Trúvirði. Starvsfólk Kringvarpsins skulu vísa ábyrgd og trúfesti í síni framleiðslu, so Kringvarpsbrúkarar kunnu hava álit á Kringvarpinum. Virðing Kringvarpið skal vísa virðiliga atferð í øllum sínum virki, arbeiða fyri at varðveita føroyskt mál og mentan og virka savnandi fyri føroysku tjóðina. Løgtingslóg um kringvarp varð broytt 1. januar 2016. Kringvarp Føroya kann framhaldandi senda lýsingar á útvarps og sjónvarpsmiðlinum, men peningurin skal í landskassan. Høvuðsbroytingin er, at Kringvarp Føroya hevur ikki longur atknýtt sølufólk, sum samskipa lýsingasøluna. Kringvarp Føroya tekur frá 1. apríl 2016 bara ímóti lidnum lýsingum. Hevur tú spurningar um lýsingar kunngerðir, kanst tú seta teg í samband við Malenu Klemmentsen ella Biritu Háskor. Axel Tórgarð, prestur, varð settur sum útvarpsstjóri. Starvsfólk hjá honum skuldu verða Hjørdis Thomsen úr Nólsoy sum programmfólk og Jóan Petur Meitilberg úr Havn sum tøknikari. Tá sendingarnar byrjaðu, vóru bara Axel og Hjørdis komin í starv, tí Jóan Petur var blivin sjúkur, og hann doyði stutt eftir. Í hansara stað fekk útvarpið sær skjótt nøkur hjálparfólk. Ein teirra var studenturin og bankamaðurin Niels Juel Arge, sum heilt tíðliga í tíðini hjá útvarpinum gjørdi vart við seg sum upplesari, og ein annar var Elias Johansen, Lias í Rættará, sum fyrr hevði verið blaðstjóri. Niels Juel Arge varð settur í fast starv longu í mai 1957, og eina tíð hevði útvarpið avtalu við Lias um, at hann skuldi lata tíðindi fyri ávíst krónutal fyrrapart og seinnapart. Seinni varð eisini hann settur í fast starv sum tíðindamaður. Senditíðin var stutt. Sent varð ein hálvan tíma á middegi og millum hálvan og heilan tíma um kvøldið. Høvuðsinnihaldið vóru tíðindi, veðurtíðindi og nakrar talu og tónleikasendingar. Lurtaraprosentið var ógvuliga høgt. Lurtað var eftir hvørjum orði, sum sagt varð í útvarpinum, og fólk skiftu nógv orð um tað, sum bleiv sagt, og ikki minni um, hvussu tað varð sagt. Fólk kliktu eisini hendan nýggja føroyska miðil, men blaðið 14. September umskrivaði eitt herróp hjá fuglavininum Sverra Patursson og segði Latið smáfuglar, heiðafuglar og útvarpið hava frið . Smátt um smátt varð longt um senditíðina. Sendingarnar vórðu fleiri og fjølbroyttari, og manningin varð eisini økt í smáum. Í 1960 tók Niels Juel Arge við sum útvarpsstjóri, og var hann stjóri til 1990. Útvarpið menti seg gjøgnum øll trýssini, stundum við stórum framleiðslum av útvarpsleikum, beinleiðis sendingum, týðing av heimsbókmentum og so framvegis. Men pengarnir vóru ov fáir. Útvarpið kláraði ikki at fylgja við tíðini við teimum peningaligu møguleikum, sum vóru. Tøknin var gomul, starvsfólkini ov fá, húsarúmdin ov lítil og tilboðið til lurtaran kundi verið betri. Alt hetta gjørdi, at farið varð undir eydnuspælið V4. Tað varð sambært løgtingslóg sett í verk í november 1969. V4 vísti seg at gerast ein rimmar inntøkukelda hjá útvarpinum. Samstundis fekk útvarpið sína størstu viðgongd nakrantíð við undirhaldssendingunum, sum folk bara nevndu V4. Ferðast varð kring landið, og sent varð av bygd og úr bý í eini 10 ár. V4 munaði væl í allar mátar, og skjótt varð farið undir at tekna hús til útvarpið í staðin fyri hølini á Bryggjubakka, sum útvarpið upprunaliga leigaði frá Telefonverkinum, og keypti fyrst í sjeytiárunum. Tað tók sína tíð at fáa tey nýggju húsini. Farið varð undir byggingina á heysti 1978, og 2. juli 1981 varð flutt inn í tann eystara partin av húsinum, sum hevur tríggjar útvarpsstovur og skrivstovu og redaksjónsrúm. Á sjálvum 25 ára degnum, tann 6. februar 1982, varð alt húsið tikið í brúk. Nú vóru eisini forhøllin, útvarpshøllin og leikhøllin klárar. Útvarpið hevði nú einar 2200 fermetrar av gólvi at húsast á, og bara útvarpshøllin einsamøll hevði líka stóra gólvvídd, sum tey gomlu hølini á Bryggjubakka til samans. Endamálið við útvarpshúsinum var at fáa umstøður at gera gott útvarp. Lagt varð eisini beinanvegin til brots at menna sendingarnar og leingja senditíðina, sum var komin upp á einar 2000 tímar um árið. Síðani hevur senditíðin verið longd javnt og samt, og í nøkur ár hevur hon verið allan sólarringin. Manningartalið øktist samstundis, og kappingin harðnaði. Útvarp Føroya var síni fyrstu mongu ár einasti luftborni miðil í landinum. Kapping var frá norskum, donskum og íslendskum útvarpi. Í henni stóð Útvarp Føroya seg væl. Umleið 1980 fekk ÚF eisini kapping frá sjónvarpi í Føroyum. Sendingarnar hjá fyrst Sjónvarpsfelagnum og síðani Sjónvarpi Føroya tóku í fyrstani nógvar lurtarar ein part av degnum, men sum frá leið stóð útvarpið seg eisini væl í hesi kapping og menti seg. Í nítiárunum kom fyrst kapping frá fylgisveinasjónvarpi og síðani øðrum føroyskum útvarpsrásum. Umstøðurnar hjá Útvarpi Føroya broyttust, og kappingin um lurtararnar harðnaði enn meir. Við eini viðkomandi og føroyskari kós við bæði sendingum og tíðindum stóð Útvarp Føroya seg í hesi kapping, og útvarpshúsið var miðskeiðis í nítiárunum víðkað, so betur pláss bleiv til fólk og virksemi. Útvarpið byrjaði sínar sendingar við einum lítlum 5 kW sendara frá Marconi, sum kom úr Suðurafrika, hagar hann varð sendur miðskeiðis í fimtiárunum. Hann varð tó ongantíð uppsettur har og kom síðani til Føroya, har hann varð settur upp uppi á Varða í Havn. Hesin sendari var leingi álitið hjá Útvarpi Føroya at bera boð til Føroya folk, men hann hevði sínar veikleikar og onkuntíð kavaði hann inni, so hann fekk ikki sent. Hjálpt varð um hetta um tíggjuáraskifti 1969 1970, tá tríggir FM sendarar vórðu settir upp á Húsareyni, á Brúnaskarði og á Hestinum. Hesir sendarar sendu ikki so langt, sum millumbylgjan, men ljóðgóðskan var munandi betri, og gjøgnum hesar sendarar hoyrdu eitt nú hetlendingar sínar fyrstu sendingar í sterio. Útvarp Føroya varð seinni í sjeytiárunum fyrsta útvarpsstøð, sum rakk um alt landið við stereo. Sjófólkið fær útvarp Øll áttiárini varð arbeitt fyri nýggjum og sterkum millumbylgjusendara at røkka sjófólkið, sum hevði sítt arbeiðspláss víða um Norðuratlantshav. Hetta fekst loksins í lag, og avrátt varð at byggja ein 200 kW sendara í Akrabyrgi. Hann sendi í 18 ár, til hann í 2008 varð skiftur um við tveir nýggjar sendarar, ein á 100 kW og ein á 50 kW. Tá Sjónvarp Føroya varð sett á stovn í 1983, var umráðandi hjá politikarunum, at útvarpið og sjónvarpið vóru hvør sín stovnur. Sum fráleið broyttist hugsanin, og 1. januar 2005 vórðu Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya løgd saman í ein stovn, nevndur Kringvarp Føroya. Politikararnir høvdu ikki stórar ætlanir, tá teir settu almenna sjónvarpið á stovn. Sjónvarpsfeløg høvdu sent kring landið í nøkur ár, men meginparturin av tilfarinum, sum tey sendu, varð tikin úr Danmarks Radio. Privatfólk í Danmark tóku sendingarnar upp fyri sjónvarpfeløgini, sum sendu tær aftur í Føroyum. Men hetta var ikki lógligt, og tá leiðslan í DR gjørdi føroyskar myndugleikar varugar við, at hetta kundi ikki halda fram, vórðu politikararnir trýstir at seta alment sjónvarp á stovn. Nógvir politikarar vildu varðveita sjónvarpsfeløgini, men tá teir vórðu kroystir at seta almenna sjónvarpið á stovn, vóru ambisjónirnar so lítlar, at tað bert skuldu starvast trý fólk í føstum starvi ein stjóri, ein teknikari og ein bókhaldari, og so nøkur freelance fólk afturat. Sjónvarpsgjaldið skuldi ikki vera størri enn tað, sum sjónvarpfeløgini kravdu í limagjaldi, og umleið 250,00 krónur um árið. Harafturat var landsstýrissamgongan ósamd um, hvønn bygnað sjónvarpið skuldi hava. Summir vildu hava, at sjónvarpið skuldi verða partur av útvarpinum, meðan aðrir vildu hava sjónvarpið lagt í sjálvstøðugan stovn, við egnari leiðslu og sjónvarpsnevnd. Tá avtornaði vunnu hesir, og Sjónvarpið gjørdist sjálvstøðugur stovnur, óheftur av útvarpinum. Eitt annað dømi um, hvussu lága raðfesting sjónvarpsmálið hevði, er, at tá farið var at fáa sjónvarpinum innivist, varð kannað, um tað ikki kundi halda til í gomlu útvarpshúsunum á Bryggjubakka, sum útvarpið stutt frammanundan var flutt úr. Tað endaði við, at innbúgvssølan hjá Smæruni í Vørðsluni í Havn varð keypt og innrættað til sjónvarpshús. Á sumri í 2013 varð alt virksemið hjá sjónvarpinum flutt í Sortudíki. Grundarlagið undir lógini um føroyskt sjónvarp, sum Løgtingið samtykti fyrst í áttatiárunum, var lógin um Útvarp Føroya, ið fór at senda í 1957. Peningur hevði í nøkur ár verið settur av á fíggjarlógini til sjónvarpsnet, og tá almenna sjónvarpið fór at senda 1. apríl í 1984, sást tað um meginpartin av landinum. Fyrstu fimm mánaðirnir vóru royndartíð, men 1. september í 1984 varð farið undir regluligar sendingar. Avtala varð gjørd millum Sjónvarp Føroya og Danmarks Radio, um at Sjónvarpið kundi senda allar sendingar hjá DR í Føroyum, og seinni varð avtala gjørd við TV2 í Danmark, um at sjónvarpið eisini kundi keypa eitt ávíst tímatal av tilfari frá teimum um vikuna, millum annað filmar og sendirøðir. Jógvan Asbjørn Skaale, sum hevði verið formaður í Sjónvarpsfelagnum í Havn, gjørdist fyrsti stjórin í almenna sjónvarpinum. Hóast politikararnir í útgangsstøðinum bert ætlaðu, at sjónvarpsgjaldið skuldi verða 250 krónur um árið, eydnaðist at fáa gjaldið hækkað so mikið, at nøkur starvsfólk kundu setast, og so varð lagt til brots. Stutt áðrenn sjónvarpsfeløgini góvust, vórðu tey farin at senda donsku TV avísina, men tá almenna sjónvarpið tók yvir, varð TV avísin strikað. Tað mundi elvt til uppreistur millum hyggjararnar, men leiðslan í sjónvarpinum vildi ikki slaka fyri trýsti, hóast føroyska tíðindasendingin Dagur og Vika bert var á skránni eina ferð um vikuna ta fyrstu tíðina. Seinni komu tvær tíðindasendingar, og seinastu mongu árini hava tær verið fýra. Leiðslan í sjónvarpinum legði eisini dent á at hava barnasendingar og mentanarsendingar sum fastan tátt á skránni, og haraftrat vórðu gjørdar stakar føroyskar sendingar og kjaksendingar. Seinni eru regluligar ítróttarsendinginar eisini komnar á skránna. Og hetta hevur í høvuðsheitum verið leisturin í sjónvarpsskránni øll árini. Sjónvarpið hevur alla tíðina havt gott samband við hinar norðurlendsku kringvarpsstøðirnar, serstakliga NRK, sum Sjónvarp Føroya fekk atgongd til um fylgisvein. Á tann hátt bar til at fáa aktuellar myndir til uttanlandstilfar og norðurlendskt tilfar. Norðmaðurin varð eisini góður at heita á, tá sjónvarpið skuldi senda Premier Leauge fótbólt beinleiðis leygardag, tí bondini úr Danmark komu ikki fyrr enn mánadag. Stórur dentur varð lagdur á norðurlenskt tilfar, og sendingin Grannar okkara við norðurlendskum tíðindum var fastur táttur í mong ár. Tá sjónvarpið byrjaði, var tøknin rættliga framkomin, tí nú bar til at taka bæði ljóð og myndir upp á eitt og sama band sjónbandið. Sjónvarp Føroya var longu frá byrjan tøkniliga á sama stigi sum aðrar sjónvarpsstøðir. Men sjónvarpsútgerð var framvegis lutfalsliga dýr. Hvørt upptøkusett, sum tíðinda og myndafólk nýttu, tá tey gjørdu upptøkur uttan fyri sjónvarpið, kostaði tað mesta av eini hálvari millión krónum. Nú er øll tøknin talgild, og hon er vorðin bíligari. Ein stór broyting hevur eisini verið í arbeiðsbýtinum millum tíðinda og myndafólk og tøknikarar, tí nú er ikki óvanligt, at tíðindafólkini taka upp og klippa tilfarið sjálv takkað veri nýggju tøknini. Síðani Aksel Tórgarð fyrstu ferð beyð lurtarunum góðan dag á Bryggjubakka 6. februar í 1957, hava bert verið fýra útvarpsstjórar. Men meðan útvarpsstjórarnir hava verið meiri støðugir, hevur verið øðrvísi í sjónvarpinum. Jógvan Asbjørn Skaale var sjónvarpsstjóri til 1993, tá Árni Gregersen tók við. Í 1995 gjørdist Tróndur Djurhuus sjónvarpsstjóri. Hann sat til september 2000, tá táverandi útvarpsstjórin, Jógvan Jespersen, eisini varð biðin um at taka við leiðsluni í sjónvarpinum fyribils. Mikkjal Helmsdal gjørdist sjónvarpsstjóri í august 2001, men hann legði frá sær trý ár seinni, tá politiska leiðslan hevði gjørt av at leggja Útvarpið og Sjónvarpið saman í ein stovn Kringvarp Føroya. Tá varð samstundis avgjørt, at útvarpsstjórin skuldi verða stjóri í samanlagda stovninum frá 1. januar 2005. Jógvan Jespersen tók við sum fyrsti stjórin í samanlagda stovninum 1. januar 2008 og hann legði frá sær 1. apríl 2008. Tá tók eisini fyrsti kvinnuligi stjórin, Annika Mittún Jacobsen, við á stovninum. Dia Midjord varð settur sum stjóri í Kringvarpinum frá 1. august 2012 og røkti hann starvið til 31. juli 2017. Johnny í Grótinum varð settur sum stjóri 1. september 2017, hann var í starvinum til 15. juni 2018. Jákupa Mikkelsen, fyrisitingarleiðari, var virkandi stjóri í ein mánað áðrenn Johnny í Grótinum byrjaði, og Kári Sólstein var virkandi stjóri frá 15. juni 2018 til seint í oktober 2018. Savnstilfar verður sambært avtalu sent umvegis teldupost ella latið á dvd cd fløgu. Goldið verður frammanundan fyri umbiðið tilfar. Prísurin fyri savnstilfar, sum Kringvarpið hevur heimild at selja, veldst um, hvat tað verður brúkt til. Prísirnir eru við MVG. Ikki ber til at leggja sendingar frá Kringvarpinum út á egna heimasíðu ella aðrar miðlar, men møguligt er at leinkja til heimasíðu Kringvarpsins. Avrit av útvarps og sjónvarpssendingum kosta 400 krónur umframt sendingarkostnað. Fylgjandi sendingar kosta 300 krónur hvør. Styttri ljóðbrot kosta 200 krónur. Kringvarpið hevur ikki heimild at avrita útlendskt tilfar til triðja part, til dømis teknirøðir við føroyskari talu. Tað sama er galdandi fyri føroyskar skald og smásøgur, tónleika og leiklistartilfar. Víst verður til 1. og 2. í lóg um upphavsrætt. Ikki er loyvt at endurselja ella nýta savnstilfarið til egnan vinning. Brot kann hava við sær revsing, endurgjaldsskyldu og rættarsókn. Viðvíkjandi nýtslutreytum verður víst til 12. í lóg um upphavsrætt. Tað merkir serliga, at upptøkurnar kunnu bert nýtast til ikki vinnulig, privat endamál. Grundprísur á savnstilfari til egna framleiðslu er 1.200 krónur. 200 krónur fyri hvønn brúktan minutt. Serligir prísir eru galdandi fyri savnstilfar til almenna framførslu til dømis á framsýningum, til goldið skeiðs , undirvísingar ella kunningarbrúk og so framvegis. Prísirnir kunnu vera ymiskir, alt eftir samanhanginum. Fyrivarni verður tikið fyri eykakostnaði fyri gjald til rættindahavarar. Savnstilfar til lýsingar hevur serliga avtalu og skulu keyparar venda sær til rættindahavarar fyrst, áðrenn Kringvarpssavnið kann avgreiða fyrispurningin. Ikki alt savnstilfar kann seljast til vinnuligt ella alment endamál. Víst verður til 1. og 2. í lóg um upphavsrætt. Tað merkir serliga, at ein fortreyt fyri vinnuligari ella almennari nýtslu er, at tey, sum hava rættindi til tilfarið, skulu geva sítt samtykki. Tey, sum eru millum 24 og 66 ár, rinda 150 krónur um mánaðin Lógin ásetir, at allir persónar, sum eru millum 24 og 66 ár, skulu rinda 150 krónur um mánaðin í kringvarpsgjaldi. Tey, sum eru 67 ár og eldri, rinda 50 krónur um mánaðin, og tey, sum eru 23 ár og yngri, rinda einki. Tað eru bert fólk við fullari skattskyldu í Føroyum, ið rinda kringvarpsgjald. Lesandi, ið búgva uttanlands, men sum hava varðveitt fulla skattskyldu í Føroyum, rinda tó einki. Vanligir løntakarar rinda gjøgnum skattin Hjá teimum, sum hava A inntøku, verður kringvarpsgjaldið kravt inn á sama hátt sum skattur, heilsutrygd og onnur gjøld. Hjá teimum, sum lesa í Føroyum og fáa lestrarstuðul, verður gjaldið trekt av lestrarstuðlinum. Tey, sum ikki hava A inntøku, fáa rokning sendandi hvønn mánað. Virkir og stovnar rinda árligt gjald Meðan borgarar rinda kringvarpsgjaldið mánaðarliga, rinda feløg, virkir og kommunalir og almennir stovnar eitt árligt gjald, sum er ásett eftir lønarútreiðslum teirra. Postadressan er Kringvarp Føroya, Postboks 1299, Norðari Ringvegur 20, 100 Tórshavn. Sí teldupostadressur hjá øllum starvsfólkum her. Starvsfólkayvirlit. Hevur tú trupulleikar við heimasíðuni. Hevur tú trupulleikar við heimasíðuni hjá Kringvarpinum, kanst tú royna at fylgja vegleiðingini niðanfyri, soleiðis at forritini á teldu tíni verða dagførd. Windows Dagfør Windows stýriskipanina við at fylgja slóðini her . Tak niður nýggjasta Adobe Flash spælaran við at fylgja slóðini her . Lív eigur nú partafelagið Skálafjarðartunnilin hundrað prosent. Lív hevur keypt helvtina av felagnum frá Eik Banka. Hvørki stjórin, Jan Jakobsen, ella nevndarformaðurin, Finn Danberg, vilja siga, hvussu nógv, helvtin av felagnum er keypt fyri. Eik, sum seldi, vil heldur ikki upplýsa prísin. Men skrásetti partapeningurin í Skálafjarðartunlinum, sum Kaupting og Lív stovnaðu í 2006, er 11,8 milliónir krónur. Lív og Eik hvør sína helvt Lív og Eik Banki áttu hvør sína helvt, so Eik hevur neyvan selt sína helvt fyri minni enn 5,9 milliónir krónur. Jan Jakobsen, stjóri í Lív, sigur, at Skálafjarðartunnilin hevur millum annað úrslit av seismiskum kanningum og aðra vitan um undirsjóvartunnilin millum Eysturoynna og Streymoynna. Tann vitanin hevur eitt ávíst virði, sum kann seljast teimum, sum skulu gera tunnilin, so tey sleppa undan at gera alt umaftur. Tá landið skuldi gera Skálafjarðartunnilin, stóð landsstýrinum í boði at keypa vitanina, men landsstýrið tók ikki av. Eik Banki hevur sett sær fyri at vera banki burturav, so tí selur hann allar sínar íløgur, millum annað helvtina í Skálafjarðartunlinum. Føroyska kvinnufótbóltslandsliðið er farið fimm pláss upp eftir FIFA styrkislistanum, og er nú á 67. plássi. Tað eru uttan iva góðu úrslitini frá innleiðandi HM undankappingini fyrr í ár, sum høvdu við sær, at Føroyar komu víðari, ið hava flutt kvinnulandsliðið upp eftir styrkislistanum. Føroyar vunnu tá á Litava og Georgia, og spældu javnleik móti Montenegro. Føroyar eru í bólki við Svøríki, Póllandi, Skotlandi, Norðurírlandi, Bosnia og Georgia Skráin sær soleiðis út. Um hálvgum tólv tíðina fór Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, í samráð við Fíggjarnevndina og Rættarnevndina um Skálafjarðartunnilin. Landsstýrismaðurin skal svara tíggju spurningum. Eftir ætlan skal Kári P. Højgaard í næstu viku skriva undir sáttmála við eitt útlendskt felag, sum skal fíggja og reka Skálafjarðartunnilin. Hvat stendur í sáttmálanum Fíggjarnevndin og Rættarnevndin vilja millum annað hava at vita frá landstýrismanninum, hvat stendur í sáttmálanum, og hvørja heimild hann hevur at skriva undir sáttmála við eitt felag um einkarrætt, tá undirsjóvartunnilin ikki er latin út í fría kapping. Fíggjarnevndin og Rættarnevndin vilja eisini hava at vita frá Kára P. Højgaard, hvørjar útreiðslir standast av verkætlanini hjá tí almenna, eitt nú broytt vegaføring og nýggir vegir. Makrelfiskiskapurin er heldur lakari í ár, enn hann var hesa tíðina í fjør. Sambært Fiskiveiðieftirlitinum eru fiskað 5.000 tons í ár. Hesa tíðina í fjør vóru fiskað okkurt um 6.000 tons. Í gjár boðaði Finnur Fríði frá, at hann hevði 1500 tons av sild og 110 tons av makreli. Royna norðanfyri Skipini eru í ein útnyrðing úr Føroyum. Men makrelur er eisini at fáa eystur av Sandoyarbanka. Sermilik II og Grunnabarð fingu 180 tons í einum háli har. Tað var góður makrelur, vektin var 300 gram og meira. Trolararnir Gullberg og Sjagaklettur, sum frysta makrelin, liggja um 20 tons um dagin. Og fyrsta móttøkuskipið verður skjótt klárt at taka í móti makreli frá føroysku skipunum. Atlantic Oreon, sum Fjord Fishing and Finance á Glyvrum umboðar, verður á Fuglafirði sunnudagin. Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Kaksvík, hevur verið í miðdeplinum í miðlunum hesa vikuna, og tí er hann gestur í vangamyndini í Degi ogviku í kvøld. Í gjárkvøldið samtykti meirilutin í Klaksvíkar býráð, at Jógvan Skorheim kann vera bæði borgarstjóri og løgtingsmaður hetta til nýggjárs. Eftir kommunuvalið avgjørdi Jógvan Skorheim at biðja um farloyvi í tinginum, tí hann skuldi verða borgarstjóri í Klaksvík. Men nú fer hann aftur í tingið, og Jógvan Skorheim ætlar eisini at vera borgarstjóri samstundis. Meirilutin í býráðnum, Sjálvstýrisflokkurin, Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin, samtykti í gjárkvøldið, at Jógvan Skorheim kann verða bæði løgtingsmaður og borgarstjóri til nýggjárs, men ætlar hann at halda fram í løgtinginum eftir 1. januar, má støðan viðgerast av nýggjum í býráðnum. Jógvan Skorheim verður gestur í vangamyndini hjá Liljuni Weihe í Degi og viku í kvøld klokkan nítjan. Klokkan ellivu er Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, boðsendur í samráð hjá Fíggjarmevndini og Rættarnevndini at greiða frá sáttmálanum um Skálafjarðartunnilin, sum hann fer at skriva undir hósdagin 27. juni. Fíggjarnevndin og Rættarnevndin hava boðsent Kára P. Højgaard, eftir at bæði tingfólk og løgfrøðingar hava sett spurnartekin við, um landsstýrismaðurin hevur gjørt eftir lógini um Skálafjarðartunnilin, millum annað um tunnilin er boðin út í fríar kapping. Her eru teir tíggju spurningarnir, Fíggjarnevndin og Rættarnevndin fara at seta landsstýrismanninum í samráðnum. Er tað rætt skilt, at landsstýrismaðurin tann 27. juni 2013 fer at undirskriva sáttmálan við eitt felag, ið fær einkarrættin til at byggja og reka undirsjóvartunnilin undir Skálafjørð og Tangafjørð Nær byrjaðu samráðingarnar við hetta felagið um at byggja undirsjóvartunnil Kann landsstýrismaðurin greiða frá, hvat innihaldið er, ið skal skrivast undir tann 27. juni 2013 Hvør er heimildin hjá landsstýrismanninum at skriva undir ein sáttmála við eitt felag, ið fær einkarætt til at byggja og reka undirsjóvartunnilin, ið ikki er latin út í fría kapping Kann landsstýrismaðurin greiða frá, hvørja heimild hann hevur at gera sáttmálan, tá ið hon sambært lógini datt burtur tann 1. august 2011 Hvat kostar verkætlanin, og undir hvørjum treytum bindur felagið seg til at gjøgnumføra verkætlanina Ber til hjá felagnum at sleppa burturúr avtaluni og fyri hvønn prís Hevur landið nakra skyldu mótvegis verkætlanini, um felagið ikki megnar at gjøgnumføra verkætlanina Fyriliggur nøkur avtala um, at landið kann yvirtaka verkætlanina Í hvørjum standi skal tunnilin vera, tá ið einkarætturin endar og verður latin landinum aftur Hevur landsstýrismaðurin gjørt metingar um fíggjarliga vágan og fíggjarliga avkastið hjá verkætlanini, og hvørjar eru tær 10. Hvørjar útreiðslur standast av verkætlanini fyri tað almenna, til dømis broytt vegaføring, nýggir vegir við meira. Orðið sáttmálabrot er nú komið upp í stríðið á eldraøkinum. Heilsuhjáparafelagið hevur boðað leiðaranum á Tjarnargarði frá, at verður tikið av lønini fyri juni hjá limum felagsins, er tað sáttmálabrot. Ása Holm, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum, sigur, at felagið hevur fingið at vita frá stjóranum í Almannaverkinum, at leiðarin á Tjarnargarði ásetir tímarnar hjá starvsfólkinum. Eg havi sent leiðaranum á Tjarnargarði mótmælisskriv um, at vit als ikki góðtaka, at okkara limir eru settir úr sjey tímum niður í seks tímar. Vit hava eisini boðað leiðaranum á Tjarnargarði frá, at verða limir okkara drignir í løn fyri juni, so er tað sáttmálabrot, og tað kunnu vit als ikki góðtaka, sigur Ása Holm, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum. Fiskiskapurin er nú vorðin so vánaligur undir Føroyum, at virðið higartil í ár er ein triðing minni enn í fjør. Virðið er 116,6 milliónir krónur minni í ár, sambært tølum, sum Hagstovan kunngjørdi í gjár. Tonsini eru 25 prosent færri, og krónurnar eru 31 prosent færrii í ár. Virðið á fiskinum, sum fór um avreiðingarskipanina til 1. juni í ár, er 260 milliónir krónur. Botnfiskurin, so sum toskur, hýsa og upsi, stendur fyri størstu minkingini, 100 milliónum krónum. Stóru peningastovarnir eru farnir at kappast um rentuna. Eik Banki, sum herfyri lækkaði rentuna fyri bústaðarlán úr 5,25 niður í 4 prosent, boðar í dag frá, at rentan er lækkað enn eitt fjórðings prosentstig, niður í 3,75 prosent. Eftir at Eik Banki 15.mai lækkaði sína rentu, avgjørdi BankNordik at lækka sína útlánsrentu niður í 3,95 prosent, tó við ávísum treytum, sum til dømis at tú eisini hevuri til dømis trygging og pensjón hjá bankasamtakinum. Men nú kann BankNordik samtakið ikki longur siga seg hava landsins lægstu rentu. Rentan upp á 3,75 prosent hjá Eik Banka fær gildi frá 1. august, og allir bústaðarlánskundar hjá bankanum fáa fyrimun av rentulækkingini, boðar Eik frá í tíðindaskrivi í dag. Fíggjarnevndin og Rættarnevndin vilja nú hava kunning um sáttmálan um Skálafjarðartunnilin, sum Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, fer at skriva undir í næstu viku. Nevndirnar hava havt felags fund í dag, og har varð avgjørt boðsenda Kára P. Højgaard í samráð í morgin. Fundurin verður klokkan 11.30. Spurningarnir, sum landsstýrismaðurin skal svara, verða nú orðaðir og sendir Kára P.Højgaard. Fleiri ivaspurningar Bjarni Djurholm, samgongutingmaður, segði við útvarpið í gjárkvøldið, at eftir hansara tykki hevur landsstýrismaðurin ikki fylgt lógini um Skálafjarðartunnilin, tí einki alment útboð hevur verið, hvør skal sleppa at fíggja og reka Skálafjaðartunnilin. Og á middegi segði Bjørn á Heygum, løgfrøðingur, við útvarpið, at Kári P. Højgaard kann vænta eina miasálitisváttan í tinginum, tí tunnilin er ikki boðin út, sum lógin ásetur. Meiri verður at at frætta í útvarpstíðindunum. Eik Banki hevur selt sína helvt í partafelagnum Skálafjarðartunlinum. Tað sigur Súni Schwartz Jacobsen, stjóri í Eik. Men hann vil ikki siga, hvør keyparin er, ella, hvussu nógv Eik hevur selt sína helvt fyri. Hann kann tó upplýsa, at talan er um ein keypara, og hann er í Føroyum. Skálafjarðartunnilin, sum Eik Grunnurin og Lív upprunaliga áttu, hevði einkarrættin at gera tunnilin millum Eysturoynna og Streymoynna. Men tað eydnaðist ikki felagnum at fáa fígging, áðrenn freistin fór. Felagið hevur nógva vitan um tunnilin, tí tað gjørdi millum annað lendiskanningar og uppskot um verkætlan. Higarti hava danir atkvøtt blankt í spurninginum um ES handilstiltøk móti Føroyum, men nú fara teir at atkvøtt ímóti. Og hetta váttar Helle Thorning Schmidt, forsætisráðharri, eisini. Hon sigur, at ríkisfelagsskapurin vigar tungt í hesum førum. Guðmundur Joensen venur nógv inni í svimjihøllini í Gundadali í hesum døgum. Um nakrar vikur byrja Oyggjaleikirnir í Bermuda, og tí hevur tað stóran týdning fyri Guðmund, at hann venur seg við nógva hitan, sum fer at møta honum. Guðmundur luttekur í triathlon. Hann skal svimja 1,5 kilometrar, súkkla 40 kilometrar, og renna 10 kilometrar. Í løtuni er tað bara rennivenjingin sum er uttandura. Svimjingin er sjálvsagt í svimjihøllini, men tá Guðmundur fer úr hylinum, fer hann beint á eina kondisúkklu, sum er stillað upp í Svimjihøllini. Í Svimjihøllini í Gundadali eru um 30. stig, og tað hjálpir Guðmundi væl, nú Bermuda av álvara nærkast. Vit vænta, at tað verður øgiliga heitt, og tí mugu vit fyrireika okkum upp á tað ringasta, sigur Guðmundur Joensen. Mánakvøldið verður eitt innslag, har tað ber til at síggja, hvussu Guðmundur fyrireikar seg til Oyggjaleikirnar. Helle Thorning Schmidt, forsætisráðharri, hitti í morgun løgtingið, og hon er í løtuni á fundi við løgmann í Tinganesi. Tey tosa millum annað um ES revsitiltøkini í sildamálinum, Arktiska ráðið, og kunnað verður um búskaparligu støðuna. Klokkan 11.30 hava Helle Thorning Schmidt, forsætisráðharri, og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, felags tíðindafund í Tinganesi. Útvarpið sendir beinleiðis frá tíðindafundinum. Í Degi ogViku í kvøld hevur Høgni í Jákupsstovu samrøðu við Helle Thorning Schmidt, forsætisráðharra. Donsku forsætisráðharrahjúnini fara aftur til Danmarkar seinnapartin Ein fyrrverandi SAS maður er komin í nevndina hjá Atlantic Airways. Danski vinnulívsmaðurin Søren Jespersen varð í gjár valdur í nevndina í føroyska flogfelagnum. Søren Jespersen er forstjóri í skipafelagnum Mols Linien. Hann hevur eisini havt stjórastørv í SAS og DFDS, og hann hevur verið í nógvum nevndum, eisini sum formaður, í donskum og øðrum partafeløgum. Jens Wittrup Willumsen givin Atlantic Airways hevði eykaaðalfund í gjár at velja nevndarlim fyri Jens Wittrup Willumsen, sum kom í nevndina í 2009. Hann er nú nevndarformaður í Grønlandsfly, og helt tað ikki longur vera hóskandi at vera í báðum nevndunum. Jens Wittrup Willumsen fór tí úr nevndini hjá Atlantic Airways á aðalfundinum 8. mars. Laksaalarar kunnu gleða seg til eitt gott ár í ár, tí laksaprísurin er methøgur. Tað sigur FAO, matvøru og landbúnaðarstovnurin hjá ST, í nýggjastu ársfrágreiðing sínari. Intrafish hevur gjørt ein samandrátt burtur úr tí, sum har stendur um fisk. Heimsins fiskaprísir settu met í mai, sigur FAO. Og tað er alifiskur, fyrst og fremst laksur, sum fólk vilja hava. Eftirspurningurin er størri enn útboðið, tí er prísurin so høgur. Prísurin hækkaður 5,6 prosent Fiskaprísirnir vóru 6,3 prosent hægri í mai enn í apríl, og teir vóru 16 prosent hægri í mai enn í mai í fjør. Og tað er alifiskurin, sum hálar prísin upp, sigur FAO, sum serliga nevnir alilaks.Í 2013 hækkar prísurin á alifiski 5,6 prosent, men prísurin á veiddum fiski er bara 0,9 prosent, er metingin hjá FAO. Orsøkin til stóra eftirspurningin eftir laksi er, at fólk hava broytt matvanar, og tað eru góð tíðindi hjá laksaalarum. Vísitalið fyri laksaprísin fór úr 186 í apríl upp í 195 í mai. Tað var 156 í mai í fjør. Sambært samandráttinum hjá Intrafish fara fólk at eta 19,7 kilo av fiski í miðal í ár, hálvt kilo meira enn í fjør. Húsarhaldini keypa meira, men vinnan eigur minni part í innflutninginum í ár enn í fjør. Sambært tølunum, sum Hagstovan kunngjørdi týsdagin, varð innflutt fyri 417 milliónir krónur til beinleiðis húsarhaldsnýtslu til 1. mai í ár. Tað eru góðar 20 milliónir meira enn í fjør. Tilfar til byggivinnuna kostaði 117 milliónir, júst tað sama sum í fjør. Men tilfar til annan ídnað er innflutt fyri 313 milliónir, sum eru 37 milliónir minni enn í fjør. Maskinur og amboð eru innflutt fyri 132 milliónir, sum eru níggju milliónir minni enn í fjør. Professarar í Danmark, Íslandi og Sveis fara nú at viga Fróðkaparsetrið. Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, hevur sett eina uttanhýsis serfrøðinganevnd, sum skal eftirmeta Fróðskaparsetur Føroya. Serfrøðingarnir eru Linda Nielsen, professari, á lærda háskúlanum í Keypmannahavn, Jón Torfi Jónasson, professari á lærda háskúlanum í Reykjavík og Juerg Glauser, professari á lærda háskúlanum í Zurich. Fyrireikingar í heyst Serfrøðinganevndin fer undir fyrireikandi arbeiðið longu í heyst. Frágreiðingin skal vera liðug á heysti næsta ár. Í lógini um Fróðskaparsetur Føroya er ásett, at landsstýrismaðurin skal skipa fyri, at Fróðskaparsetrið verður eftirmett, og at uttanhýsis serfrøði skal gera eftirmetingina. Serfrøðingarnir skulu meta um virksemið á Fróðskaparsetrinum í síni heild. Men annars fáa tey fríar teymar at meta um øki, sum tey sjálvi halda hava týdning fyri ein útbúgvingar og granskingarstovn, sum skal virka á altjóða støði. Hetta er fyrstu ferð, at ein slík uttanhýsis eftirmeting verður gjørd. Eftirmetingin verður gjørd í samstarvi við leiðsluna á Fróðskaparsetrinum. Jákup Mikkelsen, formaður í uttanlandsnevndini, mælir til, at samráðingar verða tiknar upp av nýggjum um allan uppsjóvarfisk í Norðurhøvum, og at fiskifrøðingar og aðrir serfrøðingar meta um, hvussu nógv hvørt land hevur rætt til at fiska. Jákup Mikkelsen sigur við Dimmalætting, at verða tiltøk sett í verk móti Føroyum, fær tað álvarsligar avleiðingar. Hann heldur, at svarið, sum landsstýrið hevur sent ES, er skilagott, men svarið kemur ov seint, sigur formaðurin í uttanlandsnvendini. Áttu at verið meiri virkin Vit áttu fyri langari tíð síðani verið meiri virkin í samráðingunum. So høvu vit neyvan livað undir hóttanini um boykott nú, sigur Jákup Mikkelsen við Dimmalætting. Hann skjýtur upp, at øll londini fara undir samráðingar um uppsjóvarfiskin. Fiskifrøðingarnir skulu áseta, hvussu stór mest loyvda veiða skal verða, og síðani skulu teir gera eina meting, sum byggir á eitt nú ferðingarmynstur, og hvussu stóran part hvørt einstakt land kann sleppa at fiska. Sjálvandi skulu politiskar samráðingar eisini verða, har tað endaliga verður avtalað, sigur formaðurin í uttanlandsnevndini. Jákup Mikkelsen mælir til, at tað skal bera til at fiska uppsjóvarfiskin alla staðni, so hann kann fiskast, tá ið tað loysir seg best. Amerikanarin, Edward Snowden, sum er skuldsettur fyri at hava almannakunngjørt, at amerikanska fregnartænastan, CIA, hevur lurtað eftir samrøðum á netinum, ætlar at biðja um friðskjól í Íslandi. Tað skrivar talsmaðurin hjá Wikileaks í Íslandi, Kristinn Hrafnsson, í eini grein í íslendskum bløðum. Hann váttar fyri norska kringvarpinum, at Snowden hevur biðið um friðskjól í Íslandi, og at umbønin er send stjórnini, innanríkisráðnum, og forsætisráðharranum. Einki svar komið Kristin Hrafnsson sigur, at hann enn hevur ikki fingið svar frá íslendsku myndugleikunum, og at hann framvegis bíðar eftir svari. Hann vísir á, at íslendska stjórnin, sum sat til valið í vár, fyri tveimum arum síðani lovaði øllum jagstraðum friðskjól, tí tey vildu upplýsa og kunna heimin um øll viðurskifti, og tað hevur hann eisini nevnt í umsóknini. Edward Snowden hevur starvast fyri fregnartænasturnar, CIA og NSA, men arbeiðir nú fyri eitt privat teldufelag. Hann avgjørdi at nýta ensk bløð til sínar avdúkingar, og er nú staddur í Hongkong. Hóast Vinnumálaráðið longu tann 9.mai boðaði Marine Harvest frá, at móðurfelagið í Norra ikki kundi keypa øll partabrøvini í dótturfelagnum í Føroyum, er málið framvegis til viðgerðar í Vinnumálaráðnum. Tí Vinnumálaráðið skal nú avgera, um til ber at geva undantaksloyvi, so Marine Harvest í Bergen kann eiga eitt alifelag í Føroyum 100 prosent, hóast hámarkið í lógini nú er 20 prosent. Marine Harvest átti 73 prosent, áðrenn lógin varð broytt, so tað er í lagi. Men tey 27 prosentini koma upp í leikin, eftir at lógin er broytt. Bæði siga seg eiga Bæði Bakkafrost og Marine Harvest siga seg hava keypt 27 prosent av Marine Harvest Faroes frá íløgufelagnum hjá Eik Banka, Notio. Bakkafrost keypti fyrst, men so brúkti Marine Harvest í Norra sín forkeypsrætt, sum er í partaeigarasáttmála frá 2004. Og 2.mai fær Vinnumálaráðið fráboðan um broyting í ognarviðurskiftunum í Marine Harvest Faroes. Marine Harvest Faroes boðar frá, at Notio Framtaksfelag hevur selt síni 27,07 av partabrøvunum í Marine Harvest Faroes til Marine Harvest ASA, Bergen, fyri 54 milliónir krónur. Bakkafrost keypti eisini fyri 54 milliónir krónur. Ikki heimild Men Vinnumálaráðið svaraði eina viku seinni, 9. mai, at heimild er ikki í alilógini fyri handlinum hjá Marine Harvest. Ikki eftir teirri lógargreinini, sum víst verður til í fráboðanini. Marine Harvest góðtók ikki svarið og vísti nú á undantaksregluna í lógini. Og tann møguleikin, undantakið, er nú til viðgerðar í Vinnumálaráðnum, sigur Sørin Pram Sørensen, leiðandi løgfrøðingur í ráðnum. Avhenda partabrøvini Hin møguleikin er, at Marine Harvest í Norra fær freist at avhenda partabrøvini, sum felagið hevur keypt. Vinnumálráðið hevur ikki ógildað forkeypsrættin og partabrævahandilin hjá Marine Harvest. Um forkeypsrætturin og partabrævahandilin kunnu gerast til einkis, hevur Vinnumálaraðið ikki viðgjørt ella tikið støðu til, stendur í einum telduposti 22.mai frá Sørini Pram Sørensen til Marine Harvest. Undantaksreglan kann brúkast, um avtalan um partabrævakeyp er gjørd fyri 9.august í fjør, tá 20 prosent markið kom í gildi, og tað verður mett at hava alstóran fíggjarligan týdning fyri viðkomandi, at undantak verður givið. Bakkafrost ger vart við seg Bakkafrost hevur eisini gjørt vart við seg í Vinnumálaráðnum. Advokaturin hjá felagnum sigur í brævi, at alilógin er brotin. Bæði Notio og Marine Harvest vistu, at ikki bar til at gera forkeypsrættin galdandi. Men kortini keypti Marine Harvest partabrøvini. Um hetta ber til, kunnu útlendingar ogna sær størri part í Bakkafrosti, stendur í brævinum til Vinnumálaráðið. Sagt við øðrum orðum, so kann lógarbroytingin, sum skuldi forða útlendingum í at leggjast á føroysku alivinnuna, vísa seg at vera nyttuleys. Kortini verða hildin tætt at kroppinum, nú Innlendismálaráðið arbeiðir við at gera avtalu við eitt útlendskt felag um at fáa einkarætt at byggja og reka Skálafjarðartunnilin. Fjølmiðlarnir og harvið almenningurin fáa ikki alment innlit í samráðingarar. Heldur ikki samgongan ella løgtingið fáa nakað at vita. Tey einastu, sum fáa nakað at vita, eru tey, sum sita í landsstýrinum. Landsstýrið er vorðið kunnað um samráðingarnar á tveimum fundum, og tað fær eina kunning aftrat, áðrenn sáttmálin verður sundirskrivaður, sigur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður við Kringvarpið. Og ongin annar fer at fáa nakað at vita, áðrenn sáttmálin við útlendska felagið verður undirskrivaður. og tað verður hann tann 27. juni, váttar Kári P. Højgaard. Hann sigur, at kunningin til almenningin verður samstundis sum sáttmálin verður undirskrivaður. Tá verður ein kunningarfundur um sáttmálan. Einkarrættur í 50 ár Enn er ógreitt, hvat stendur í sáttmálanum. Keldur vilja vera við, at felagið, sum fer at gera Skálafjarðartunnilin, fer at hava einkarætt í 50 ár at reka tunnilin, men hetta vil landsstýrismaðurin ikki gera viðmerkingar til. Kári P. Højgaard vil ikki gera samrøðu við Kringvarpið um málið. Hann sigur, at tað er ein avtala við útlendska felagið, at onki skal leka út um samráðingarnar, fyrr enn avtalan er undirskrivað. Tað er ongin logikkur í at skapa órógv, sigur hann, tá Kringvarpið spyr, hví almenningurin og løgtingið ikki fáa innlit í samráðingarnar. Hevur rætt at gera avtaluna Kári P. Højgaard heldur fast um, at hann hevur rætt til at gera eina avtalu um at byggja og reka tunnilin uttan at løgtingið skal góðkenna avtaluna og innihaldið. Hann vísir til lógina um einnkarætt at byggja, reka og fíggja undirsjóvartunnil undir Skálafjørð og Tangafjørð frá 2010. Eftir ætlan skal vera koyrandi gjøgnum Skálafjarðartunnilin í 2018. Andstøðan setur spurnartekn við samráðingarnar. Formenninir í Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi hava sett landsstýrismanninum ein grein 52 spurning, har teir millum annað spyrja um treytirnar í sáttmálanum, og hvussu langt samráðingarnar eru komnar. Freistin at svara er tann 28. juni. Altso dagin eftir at sáttmálin er undirskrivaður. Og landsstýrismaðurin sigur, at kunningin verður samstundis sum sáttmálin verður undirskrivaður. Fíggjarligt støðufesti hevur onga ítøkiliga ætlan í løtuni um at selja tey 30 prosentini, sum tað eigur í Eik Banka. Tað upplýsir Fíggjarligt støðufesti í stuttum svari til Útvarpið. Verða partabrøvini seld, verður talam um eina opna, gjøgnumskygda sølu, har sum allir skikkaðir íleggjarar fáa møguleika at koma við bindandi tilboði. TF Holding forkeypsrætt TF Holding, sum eigur 70 prosent av Eik, hevur forkeypsrætt til tey 30 prosentini, men hevur ongan skund at ogna sær tey, segði Regin Hammer, stjóri í TF Holding, við Útvarpið herfyri. TF Holding keypti í 2011 tey 70 prosentini í Eik fyri 450 milliónir krónur. Hámarksprísurin fyri tey 30 prosentini, sum eru eftir, er 293 mio. krónur. Hóast øll G8 londini í gjár samdust um at virka fyri, at Sýrialand fær eina skiftisstjórn, er Russland til reiðar at senda stjórnarherinum hjá Assad, forseta, enn fleiri vápn. At Russland letur Sýrialandi vápn, hevur elvt til vreiði á G8 toppfundinum í Norðurírlandi, og Vladimir Putin, forseti, hevur verið mestsum avbyrgdur á fundinum. Hvat skal henda við Assad Hóast teir átta ríkis og stjórnarleiðararnir samdust um eina avtalu, sum hevur til endamáls at skipa ein skiftisstjórn, so eru teir framvegis ósamdir um, hvørja lagnu forseti, Assad, skal fáa. Vit lata einum lógligum stýri í Sýrialandi vápn sambært einum løgfrøðiligum sáttmála. Stjórnin hjá Assad er lóglig, og so leingi vit hava slíkar sáttmálar, ætla vit okkum at halda teir, sigur Vladimir Putin, forseti. Sámal Ímundarsson, formaður í B36, váttar fyri Portal.fo, at B36 skal hava nýggjan venjara í 2014. Portalurin skrivar, at B36 venjarin skal undir krevjandi útbúgving, og tí verður ikki tíð til at røkja venjarastarvið eisini. Helvtin av lærarunum á miðnámsskúlunum í Føroyum hava ikki kravdu pedagogikum útbúgvingina. Ongir miðnámsskúlalærarar hava fingið kravdu útbúgvingina síðani á vári 2008, og tað er umleið helvtin av lærarunum á miðnámsskúlunum, sum tí ikki hava hesa námsfrøðiligu útbúgvingina, sum teir eiga at hava. Mikkjal Helmsdal, fráfarandi rektari í Hoydølum heldur, at avleiðingin kann verða, at føroysk miðnámsprógv ikki vera góðkend uttanlands. Skal takast inn tvey ár Kravda útbúgvingin til miðnámsskúlærarar er ein teoretiskur og ein praktiskur partur, sum skal takast innan tvey ár eftir starvsetan. Eisini eru lærarar, sum ikki náddu at fáa útbúgvingina, áðrenn hon varð strikað í 2008. Og tí hava nakrir lærarar bíðað upp í 12 ár fyri at fáa kravdu útbúgvingina. Hetta er ein útbúgving, sum kostar Mentamálaráðnum 100.000 krónur fyri hvønn lærara. Í íslendska fiskimálaráðnum kanna tey nú, um Ísland skal fara sama veg sum Føroyar í ósemjuni við ES um makrel. Føroyar ætla at brúka tvingaðu semingsroyndina í havrættarsáttmálanum hjá ST, nú ES hóttir við handilsforðingum móti føroyskari sild. Íslendski fiskimálaráðharran, Sigurður Ingi Jóhannsson, sigur við íslendska kringvarpið, at Ísland kannar, um Ísland kann geva ES sama svar sum føroyingar hava gjørt, nú ES hevur ávarað Ísland um tiltøk, tí Ísland fiskar meira makrel enn ES heldur vera ráðiligt Tekur langa tíð Sigurður Ingi Jóhannsson sigur við íslendska Kringvarpið, at føroyski leisturin er kannaður eins og alt annað, sum Ísland kann verja seg við. Men vansin er, at hetta tekur langa tíð. Og skaðin, sum tann stóri kann gera tí lítla á ólógligan hátt, hendir kortini, hóast tann lítli hevur rætt. Á fundi við uttanríkisnevndina hjá altinginum vísti ráðharrin aftur, at Ísland ikki hevur sagt við ES, hvussu stóra makrelkvotu, landið heldur seg eiga. Maria Damanaki, fiskivinnukommisserur, hevur sagt, at ES hevur ikki fingið nakað tal frá Íslandi. Júst sama skuldseting, sum Noreg brúkar móti Føroyum um sildina. Føroyingar innfluttu fyri góðar 370 milliónir krónur meira, enn útflutt varð fyri til 1.mai í ár. Men innflutningurin er minni í ár enn í fjør, tá skip og flogfør eru tald við. Munurin er 13 prosent. Innflutningurin verður roknaður í tveimum, við skipum og flogførum og uttan. Til 1.mai í fjør innfluttu Føroyar skip og flogfør fyri 670 mío. kr, í ár fyri góðar 250 milliónir. Annar innflutningur enn skip og flogfør er vaksin sjey prosent, og har gera olja og bilar stóran mun. Útflutningurin er vaksin tvey prosent í ár. Har er alifiskurin framvegis álitið. Vøksturin í ár er yvir 200 milliónir krónur., 36 prosent, upplýsir Hagstovan. Tá rutuflogfarið úr Keypmannahavn setti seg í Vágum um tvey tíðina, tóku Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, og kona hansara, Jórun Johannesen, ímóti. Úr Vágum varð farið við tyrlu í Koltur, har forsætisráðharrahjúnini hava verið seinnapartin. Bjørn Patursson, stjóri á Búnaðastovuni og fyrrverandi bóndi í Koltri, tók ímóti og vísir teimum oynna. Í løtuni verður ein biti etin í Koltri. Í kvøld verður døgurði etin í Kirkjubø, har Jóannes Patursson, bóndi, tekur ímóti. Til Klaksvíkar Í morgin hittir Helle Thorning Schmidt lesandi á Fróðskaparsetrinum, og seinnapartin verður farið til Klaksvíkar, har vitjað verður í Christianskirkjuni og hjá reiðarínum P.f. Christian í Grótinum. Kristian Martin Rasmussen, reiðari, og Pól Huus Sólstein, sølustjóri, fara at greiða frá virksemi felagsins. Hósdagin hittir forsætisráðharrin løgtingið og løgmann, og um middagsleitið verður tíðindafundur. Forsætisráðharrahjúnini fara aftur til Danmarkar seinnapartin hósdagin. G8 londini eru samd um at mæla til, at ein skiftisstjórn verður skipað í Sýrialandi, men einki verður sagt um, hvønn leiklut forsetin, Bashar Al assad, skal hava. Heimsins ríkastu lond hava í hesum døgum toppfund í Norðurírlandi. Undan fundinum ljóðaði, at trupulleikar fóru at verða Russlandi, men sambært diplomatiskum keldum eru øll G8 londini samd um yvirlýsingina. Egnar leiðir Ein kelda siga, at tað var um reppið, at russiski forsetin, Vladimir Putin, fór at ganga egna leiðir í spurninginum um Sýrialand. Hinvegin tykist verða greitt, at friðarráðstevnan um Sýrialand, sum eftir ætlan skuldi vera í Geneve í juli, verður av ongum, men kanska verður hon í august. Hini G8 londini eru USA, Bretland, Frakland, Týskland, Italia, Kanada og Japan. Hvør hevur fyrsta rætt í haganum, seyðurin ella plantan Tað evnið í Kjakinujm eftir Dag og Viku í kvøld, har Finnur Koba er vertur. Jóannes Patursson, bóndi, og Gunnar Bjarnason, landbúnaðarfrøðingur, skifta orð. Vita hava 70.000 áseyðir í Føroyum, men Gunnar Bjarnason heldur, at tað er nóg mikið við 50.000. Jóannes Patursson er ikki samdur við landbúnaðarfrøðingin. Kjakið í sjónvarpinum eftir Dag ogViku í kvøld. Strandferðslan bjóðar ikki út tænastuna. Men spyr onkur eftir henni, svarar Strandferðslan ikki nei. Johan Dahl, landsstýrismaður, hevur svarað einum spurningi frá Bjarna Djurholm, løgtingsmanni, um tað, hann kallar kappingaravlagandi flutning hjá Strandferðsluni. Talan er um síðulyftaran, sum varð keyptur at flyta fisk í bingjum gjøgnum hvalbiartunnilin. Bjarni Djurholm spyr, um Strandferðslan brúkar síðulyftaran til annað, sum privatar fyritøkur eins væl kunnu átaka sær. 15 ferðir Johan Dahl sigur, at Strandferðslan hevur gjørt 15 ferðir við síðulyftaranum, millum annað fimm fyri Landsverk. Tað kostar 1000 krónur um tíman, tá meirvirðisgjaldið ikki er tikið við. Kostprísurin hjá Strandferðsluni er 850 krónur um tíman. Talan er ikki um, at Strandferðslan hevur boðið eina tænastu út. Í teimum førum, Strandferðslan hevur røkt seruppgávur við síðulyftaranum, hevur verið heitt á Strandferðsluna, sum tó ikki veit, um aðrir veitarar eru spurdir. Faroe Ship hevði slakar 50 milliónir krónur í avlopi fyri skatt í fjør. Framgongd var í rakstrinum, men minni varð latið í vinningsbýti enn árið fyri. Í 2012 vórðu latnar 10 milliónir krónur í vinningsbýti samanborið við 30 milliónir árið fyri, upplýsir Business Line. 220 milliónir í avlopi í trý ár Seinastu trý árini hevur Faroe Ship havt tilsamans 220 milliónir krónur í avlopi. Orsøkin til góða úrslitið er, at Faroe Ship er partur av størri eind, Eimskipafelag Íslands, og tað gevur fleiri rakstrarfyrimunir. Harumframt er raksturin lagaður til. Millum annað eru ruturnar broyttar, og virksemi, sum ikki bar seg, er niðurlagað, sigur Business Line. Eginognin í Faroe Ship er 125 milliónir krónur. 108 fólk starvaðust í meðal hjá fyritøkuni í fjør. VÍF hevur gjørt sáttmála við Jan Ottosen fyri komandi kappingarár. Jan verður høvuðsvenjari hjá kvinnunum, og hann fer eisini at venja nøkur ungdómslið. Í farna kappingarári var Jan Ottosen venjari hjá VÍF Tjaldur síðsta triðingin av kappingini. Liðið var tætt við at spæla seg í finaluna. Tað var eitt óvinaligt álop á norska alifelagið Marine Harvest, at Bakkafrost keypti 27 prosent av partafelagnum Marine Harvest Faroes frá íløgufelagnum Notio Framtaksfelag hjá Eik Banka. Tí brúkti norska móðurfelagið forkeypsrættin. Marine Harvest kallar keypið hjá Bakkafrosti eitt óvinaligt álop, tí við keypinum fær Bakkafrost, sum kappingarneyti, innlit í øll viðurskifti hjá Marine Harvest. Bakkafrost hevði, sambært partaeigarasáttmálanum, fingið fólk i nevndina hjá Marine Harvest. Og so hevði kappingin í alingini í Føroyum blivið avmarkað. Tað skrivar advokaturin hjá Marine Harvest til Vinnumálaráðið. Vinnumálaráðið eigur avgerðina Vinnumálaráðið skal taka støðu til, um eitt útlendskt alifelag kann eiga eitt alifelag í Føroyum alt sum tað er, 100 prosent, eftir at alilógin varð broytt í fjør fyri at avmarka útlendskan eigaraskap í føroysku alivinnuni. Marine Harvest átti 73 prosent í Marine Harvest Faroes, áðrenn alilógin varð broytt, og setti 20 prosent sum hámark fyri útlendskum eigaraskapi í føroysku alivinnuni. Norska felagið kann tí varðveita hesi 73 prosentini. Men um tað eisini kann fáa tey 27 prosentini afturat, skal Vinnumálaráðið avgera. Hetta er fyrsta málið av hesum slagnum, síðani lógin varð broytt, so avgerðin verður fordømi fyri onnur slík mál. Tríggir møguleikar Vinnumálaráðið hevur tríggjar møguleikar. Vinnumálaráðið kann avgera, at tað er ikki brot á alilógina, at Marine Harvest í Norra brúkar forkeypsrættin og eigur føroyska felagið 100 prosent, ella kann norska felagið fáa undantaksloyvi, tað ber til sambært alilógini, ella kann Vinnumálaráðið geva Marine Harvest boð um at selja aftur tey 27 prosentini, sum felagið keypti. Og verður tað úrslitið, sleppur Bakkafrost ikki at keypa partabrøvini, tí tey verða seld íleggjara, sum Marine Harvest vil arbeiða saman við, sæst í skjølunum í málinum. Og í tí hópinum er Bakkafrost neyvan, tá tað verður mett at vera eitt óvinaligt álop, tá Bakkafrost keypti frá Notio. Málið byrjar í Vinnumálaráðnum tann 2.mai, tá advokaturin hjá Bakkafrosti boðar frá, at Bakkafrost tann 26.mars keypti 27 prosent av Marine Harvest í Føroyum. Advokaturin hevði tá frætt, at norska móðurfelagið hevði gjørt forkeypsrættin galdandi. Góðtekur Vinnumálaráðið tað, kunnu útlendingar so eisini økja sín part í Bakkafrosti, spyr advokaturin. VÍF skrivar á heimasíðuni, at felagið boðar frá, at samstarvið millum VÍF og Tjaldur steðgar. Feløgini høvdu felags lið í bestu kvinnudeildini í fjør, og tað var tætt við, at VÍF Tjaldur kom í finaluna. Tað er trupult at lurta, tá einki er at lurta eftir. Soleiðis sigur norski fiskimálaráðharrin, Lisbeth Berg Hansen, í viðmerking til føroyska útspælið í gjár til ætlaða ES stongsilin. Norski fiskimálaráðharrin sigur við Intra Fish, at hon heldur tað vera løgið, tá Jacob Vestergaard sigur, at Noreg og ES ikki vilja lurta eftir føroyingum. Tóku seg úr samráðingunum Føroyar tóku seg burtur úr trípartaaftaluni um makrel uttan at seta fram krøv um at fáa størri part. Tá krøvini so komu,vóru eingi prógv, sum kundu verða grundarlag undir krøvunum. Føroyar hava higartil avmarkað seg til at endurtaka síni krøv, og hava ikki lagt í at verið við í orðaskiftinum undir samráðingunum, sum hava verið hesi seinastu árini. Tað er trupult at lurta, tá einki er at lurta eftir, sigur Lisbeth Berg Hansen við norsku heimasíðuna Intra Fish. Truplari við sildini Sambært ráðharranum er støðan enn truplari viðvíkjandi sildini. Føroyingar hava ikki veirð við í sildasamráðingunum. Undir fimmparta samráðingunum løgdu føroyingar fyri við at kunngera, at teir ikki vildu leingja galdandi avtaluna. Teir løgdu ikki fram krav um nýggjar samráðingar av býtinum, ella nakað ítøkiligt krav um størri part, og teir løgdu heldur einki prógv fram, ið kundi undirbyggja eitt slíkt krav. Teir søgdu ikki annað, enn at teir ikki vildu vera við, hvørki í fyrsta, øðrum ella triðja samráðingarumfari, sigur Lisbeth Berg Hansen við Intra Fish. Eiga at hava virknari leiklut Norski fiskimálaráðharrin sigur, at sjálvandi skal bera til at krevja samráðingar um broytingar í býtinum. Men hon heldur ikki, at tað er rætt, at slík krøv skulu føra til ovurfisking av stovninum, ella at hinir partarnir í samstarvinum skulu tvingast til at minka um sín fiskiskap, meðan krøvini verða viðgjørd. Føroyingar kunnu ikki vænta, at hinir partarnir skulu laga seg eftir føroyska fiskiskapinumi, um teir ikki leggja nøkur krøv fram, ella bjóða til samráðingar. Um føroyingar ynskja samráðingar, so kunnu vit eisini krevja, at tey taka ein meira virknan og ábyrgdarfullan leiklut á seg, sigur Lisbeth Berg Hansen. Mikkjal Helmsdal, sum hevur verið rektari á Føroya Studentaskúla og HF skeiði síðani 2007, gevst nú í Hoydølum. Hann hevur fingið starv sum rektari á Vestjydsk Gymnasium í Tarm í Danmark, og tekur við nýggja starvinum 1. august. Áðrenn Mikkjal Helmsdal gjørdist rektari í Hoydølum, var hann stjóri í Sjónvarpi Føroya frá august 2001 til september 2004. Hann er útbúgvin cand. mag. á lærda háskúlanum í Aarhus, og hevur eisini leiðsluútbúgving frá Robert Gordon University í Aberdeen. Mikkjal Helmsdal verður gestur hjá Solby Christiansdóttir í útvarpsstovuni í tíðindasendingini klokkan 16. Svimjing.com skrivar, at danska svimjisambandið sent tíðindaskriv út, ið staðfestir, at Mads Glæsner eisini missir sítt heimsmeistaraheiti í 1500 metra frísvimjing frá HM í Istanbul í desember 2012. Har við er Pál Joensen nú formelt silvurvinnari frá HM í Istanbul 2012. Mads Glæsner bleiv sunnudagin dømdur tríggjar mánaðar karantenu. Hann verður dømdur, tí dopingevnið Levmetamfetamine bleiv funnið í blóðinum hjá honum. Mads Glæsner hevur sagt, at hann ikki hevur dopað seg við vilja. Hóskvøldið fer býráðið í Klaksvík at taka støðu til umsókn frá Jógvani Skorheim um at sleppa aftur í løgtingið, samstundis sum hann ætlar sær at halda fram sum borgarstjóri. Steinbjørn O. Jacobsen, varaborgarstjóri í Klaksvík, væntar, at býráðið samtykkir at geva borgarstjóranum loyvi til at taka við løgtingssessinum aftur tann 1.juli. Men tað verður við teirri treyt, at Jógvan Skorheim velur annað av størvunum antin tingstarvið ella borgarstjórastarvið á nýggjárinum. Jógvan Skorheim tók við sum borgarstjóri í Klaksvík 1.januar í ár. Tá segði hann eisini løgtingssessin frá sær, og Kristianna Winther Poulsen kom í løgtingið fyri Sjálvstýrisflokkin. Eingin avtala Meirilutin í Klaksvíkar býráði gjørdi onga skrivliga avtalu við borgarstjóran um, hvussu leingi hann skuldi røkja borgarstjórastarvið burturav, tá hetta býráðið tók við á nýggjárinum. Tá Jógvan Skorheim boðaði frá, at hann fór úr løgtinginum, segði hann ikki, hvussu leingi, hann ætlaði sær at vera uttanfyri.Við Útvarpið segði hann tá, at hann væntaði, at tað fór at verða ein rímiliga drúgv tíð. Tað hevur ikki eydnast Útvarpinum at fáa orð á Jógvan Skorheim. Klokkan 14 er freistin úti, sum ES gav Føroyum at svara fráboðanini um handilsstongsul móti Føroyum, og tá verður eisini tíðindafundur, har løgmaður og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fara at greiða svarinum. Útvarpið fer at senda beinleiðis frá tíðindafundinum . ES ætlar at seta forboð fyri at innflyta føroyska sild í ES, og forboðið umfatar møguliga eisini makrel, sum er hjáveiða, tá sild verður fiskað. Samstundis er ES av álvara farið at hótta við tiltøkum móti makreli, nú Ísland ikki longur vil samráðast um limaskap í ES. Útvarpið sendir beinleiðis frá tíðindafundinum í Tinganesi klokkan 14. Línuskipið Kambur hevur aftur gjørt ein roktúr á Flemish Cap. Kambur fór at sigla heim í gjárkvøldið við 270.000 pundum. Teir royndu í seks dagar. Hetta er annar túrurin hjá Kambi á Flemish Cap. Kambur var fyrsta føroyska línuskipið, sum fór á Flemish Cap í summar. Tá tað frættist um góða fiskiskapin hjá Kambi, fóru fleiri línuskip vestureftir. Føroyskir trolarar hava eisini roynt á Flemish Cap, men hjá teimum riggaði ikki so væl. Føroyar eiga 3.200 tons av toski á Flemish Cap. Spakin, ella hakin, verður settur í, uttan at stórvegis fyrireiking er gjørd. Pengar at byggja fyri verða játtaðir uttan neyva útgreining av tørvi ella byggiskrá, uttan neyvt uppskot um innrætting og uttan forprojekt og uttan væl grundaðan kostnað, men bara við einari kostnaðarmeting. Tað merkir, at ásetingin í játtanarskipanini um, at tílík týðandi mál skulu vera nóg væl lýst, áðrenn farið verður í gongd, ikki verður fylgd. Hetta eru eyðkennini fyri nógva almenna bygging í Føroyum. Tað er niðurstøðan í kanning, sum landsgrannskoðarin gjørdi fyri løgtingsgrannskoðararnar. Reglurnar ikki hildnar Samanumtikið kann sigast um byggiverkætlanir, sum eru framdar seinnu árini, at reglurnar um at gera serligar verklagslógir ikki altíð eru hildnar. Men verkætlanir, sum eru játtaðar við verklagslógum, halda ikki altíð játtanirnar betur enn tær, sum ikki høvdu heimild í verklagslógum. Tað er meira enn so komið fyri, at stórar verkætlanir byrja við eykajáttanarlógum, til dømis við at keypa gamlar bygningar, uttan at nøkur verulig fyrireiking er gjørd, áðrenn keypt verður. Kanningin hjá landsgrannskoðaranum vísir eisini, at flestu verkætlanirnar halda ikki upprunaligu tíðarætlanina. Onkur bygging er seinkað nógv ár. Og tað tykist tíðum, sum at tá ein bygging er byrjað, vendist ikki aftur. Tá verða trupulleikarnir loystir so hvørt, og løgtingið hevur ikki annað val enn at játta meira pening. Størri eftirlit krevst Landsgrannskoðarin heldur tað hava alstóran týdning, at byggiverkætlanir eru nágreiniliga og væl fyrireikaðar, áðrenn peningur verður játtaður. Leiðslan má í hvørjum einstøkum føri síggja til, at eftirlit er við verkætlanunum frá fyrstan tíð. Serliga leggur landsgrannskoðarin dent á, at tað er umráðandi, at leiðslan stýrir verkætlanunum, og at landsstýrisfólkið heldur sínar skyldur sum eftirlitsmyndugleiki. Løgtingsgrannskoðararnir bóðu í februar í fjør landsgrannskoðaran gera kanningina, eftir at hava vitjað Trygdarmiðstøðina í Klaksvík og framleiðsluhølini hjá Apoteksverkinum í Havn. Teir vildu hava at vita, um hesar verkætlanirnar eru eindømi, tá tað almenna byggir. Tað eru tær ikki. Frágreiðingin hjá landsgrannskoðaranum var liðug hálvan apríl. Løgtingsgrannskoðararnir hava síðani havt hana til ummælis hjá landsstýrisfólkunum. Teitur, Grandma acute s Basement, Jens Marni, Sakaris og Marius Ziska verða millum tónleikanøvnini, tá tiltakið Faroe Pride verður í Havn beint fyri ólavsøku. LGBT, felagið hjá samkyndum, tvíkyndum og transpersónum, fer aftur í ár at skipa fyri Faroe Pride skrúðgonguni. Endamálið er at heiðra ymiskleikan hjá føroyingum, og at seta ynski fram um javnætt fyri allar borgarar í Føroyum, siga fyrireikararnir. Fjórða ferðin Hetta er fjórðu ferð, at Faroe Pride er á skránni í Føroyum. Í fjør fekk skrúðgongan sera stóra undirtøku, har fleiri enn 5.000 fólk vóru við. Og tað er júst stóra undirtøkan, sum ger, at LGBT, hevur gjørt av at flyta tiltakið úr Tórsgøtu yvir á Kongabrúnna. Helena setur Faroe Pride Faroe Pride verður tann 27. juli. Byrjað verður við Gundadalshøllina klokkan 16, og síðani fer skrúðgongan oman gjøgnum miðbýin á Kongabrúnna. Tað verður Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentanarnevndini hjá Tórshavnar Býráð, sum setur Faroe Pride í ár. Frá 1.mai í 2015 sleppur eingin at drepa hval uttan at hava verið á skeiði um avlíving. Sýslumaðurin útflýggjar prógv fyri luttøku á skeiðinum, og grindamaður kann verða kravdur at vísa prógvið. Tað er ein av nógvum broytingum í grindareglugerðini, sum eru á veg. Uppskotið um nýggju reglugerðina er sent til hoyringar. Mønustingarin góðkendur Sýslumenn skulu skipa fyri skeiði um grindareiðskap, drápshátt, deyðseyðkenni hjá hvalinum og um lóggávuna um grindadráp. Mønustingarin verður nú góðkendur sum grindareiðskapur. Og frá 1.mai í 2015 verður bara loyvt at geva hvali mønustingin við mønustingara. Onnur hvalvágin í Vestmanna verður strikað, men Sandavágur og Tjørnuvík, sum nú eru fyribils góðkendar hvalvágir, koma í kunngerðina sum góðkendar hvalvágir. Góðkend fyribils Men Fiskimálaráðið sigur, at fyribils góðkenda hvalvágin í Vestmanna, sum er Inni á Fjørð, út fyri Heljareyga, verður ikki mett hóskandi sum hvalvág, hon verður tí ikki longur góðkend. Men vestmenningar varðveita hvalvágna á Fitjasandi. . Uppskotið um nýggja grindareglugerð er á heimasíðuni. Har eru eisini myndir av mønustingara og blásturkróki. Fíggjarnevndin noktar at viðgera fíggjarnevndarskjalið frá Fiskimálaráðnum, sum skal hjálpa mjólkarbøndrunum í Føroyum. Fiskimálaráðið sigur, at tað kann ikki bíða til heystar. Fíggjarmálaráðið biður Fíggjarnevndina um pengarnar, 24,7 milliónir krónur, á festikontuni hjá Royndarstøðini í Hoyvík í Búnaðargrunninum. Umsóknin er skrivað í Fiskimálaráðnum. Pengarnar skulu latast bøndrum, sum hava mjólkneyt, at hoyggja fyri. Kann rindast alt fyri eitt Búnaðarstovan hevur longu viðgjørt umsóknir um stuðul fyri 2012 og 2013, og hon er til reiðar at rinda stuðul alt fyri eitt. Fyri at kunna brúka pengarnar, ber ikki til at bíða til eykajáttanarumfarið í løgtinginum í heyst, sigur landsstýrið. Sostatt kann farast undir bjargingarætlanina fyri føroysku mjólkarframleiðsluna beinanvegin, stendur í fíggjarnevndarskjalinum. Nei, segði formaðurin í Fíggjarnevndini, Bárður á Steig Nielsen, við Útvarpið leygardagin. Hann segði, at hann hevði tosað við fíggjarnevndarlimirnar um málið. Niðurstøðan var, at henda umsóknin lýkur ikki treytirnar fyri at verða viðgjørd sum fíggjarnevndarskjal. Fíggjarnevndin heldur aftur Fíggjarnevndin hevur verið rættiliga afturhaldandi, tá ræður um slíka viðgerð. Talan skal vera um, at lív ella stór almenn virði eru í váða. Talan er ikki um tað í hesum føri, sigur Bárður á Steig Nielsen. Sambært landsstýrinum kunnu pengarnir á festikontuni hjá Royndarstøðini í Hoyvík, 24,7 milliónir krónur, latast bøndrum at hoyggja fyri í seks ár, góðar 4,1 milliónir um árið. Úrsltini og málskjúttar í 13 umfarinum HB ÍF 0 0 TB B36 0 0 Kí AB 31 min 1 0 Atli Danielsen bs 89 min 1 1 Karstin Højgaard EB Streymur Vikingur 0 0 NSí 07 Vestur 2 1 27 min 0 1 Edward Ble bs 49 min 1 1 Árni Fredriksberg 73 min 2 1 Pól Jóhannus Justinussen Áhugi er, men enn er eingin sáttmáli gjørdur um at selja samtakið Mest. Eik Banki hevur avgjørt at sleppa sær av við íløgufelagið Notio, tí tað er ikki vanligt bankavirksemi at eiga vinnufyritøkur Notio, sum er dótturfelag hjá Eik Banka, eigur fyrst og fremst Mest í Havn, Runavík og á Skála og Pam Offshore, sum útvegar skipa og oljuvinnuni fólk. Notio eigur harafturat partabrøv í øðrum fyritøkum. Føroyskur keypari ikki avgerandi Súni Swartz Jacobsen, forstjóri í Eik Banka, sigur, at tað er ikki avgerandi fyri Eik, um keyparin er føroyskur. Eginpeningurin, innara virðið, hjá Mest samtakinum er 80 milliónir krónur, og Eik ætlar sær ikki minni enn tað fyri skipasmiðjusamtakið. Súni Schwartz Jacobsen sigur, at Eik Banki ætlar sær eisini at sleppa sær av við helvtina av partafelagnum Fastogn, sum bankin eigur. Men í fyrsta umfari er ætlanin at selja tað, sum er í Notio. Bankin hugsar ikki um at selja sjálvt íløgufelagið í einum. Men samtakið Mest skal seljast sum tað er. Tað er ein royndur maður, sum fer at standa á odda fyri framleiðsluni av Grand Prix sjónvarpssendingini í Danmark næsta ár. Føroyingurin, Per Zachariassen, sum blaðungur byrjaði í Sjónvarpi Føroya, og seinni fekk sær útbúgving á filmsskúlanum í Keypmannahavn, hevur fingið litið upp í hendi at stjórna øllum tí tøkniliga av Grand Prix. Hann hevur 20 ára royndir sum framleiðari og mennari av sjónvarpstilfari. Per Zachariassen er kendur fyri eitt nú at framleiða væl umtóktu sjónvarpssendingarnar X Factor og Talent. Seinastu tvey árini hevur hann starvast í USA. Grand Prix ikki ókent. Per Zachariassen er ikki heilt ókendur í Grand Prix høpi. Eitt nú var hann partur tekniska liðnum hjá donsku Grand Prix luttakarunum í altjóða kappingini í Moskva. Eg eri sera fegin um at vera við á liðnum, sum skal manna altjóða Grand Prix kappingina í Danmark. sigur Per Zachariassen við danska kringvarpið. Eg eri vísur í, at vit megna at gera eina sjónvarpssending í heimsflokki, sigur hann. Ísland hevur nú tikið umsókn sína um ES limaskap aftur. Taðupplýsti íslendski uttanríkisráðharrin, Gunnar Bragi Sveinsson, í Brússel í gjárkvøldið. Hetta var fyrsta almenna uttanlandsferðin hjá nývalda íslendska uttanríkisráðharranum, eftir at hann varð tilnevndur ráðharri. Gunnar Bragi Sveinsson er í Framsóknarflokkinum. Tað er soleiðis fólkaræðið virkar, staðfesti Gunnar Bragi Sveinsson í gjárkvøldið, og sipaði til, at báðir flokkarnir, sum nú manna íslendsku stjórnina, hava arbeitt ímóti íslendskum ES limaskapi. ES harmast Kekkiski ES nevndarlimurin, Stefan Fule, sum umsitur málsøkið at taka upp nýggj limalond, harmaðist á tíðindafundinum um íslendsku avgerðina. Tað harmar meg, at íslendingar ikki vilja vera við, men vit mugu góðtaka teirra avgerð, segði ES nevdnarlimurin. Undanfarna íslendska stjórnin var annars komin langt í samráðingunum um limaskap í ES. Samráðingarnar vórðu skipaðar í 33 sokallaðar kapitlar, og ein triðingur av var komin avgreiddur, tá nýggja stjórn kom til valdið í Íslandi eftir altingsvalið í apríl. Fráboðaði handilsstongsulin hjá ES móti Føroyum er nú komin í Norðurlandaráðið. Høgni Hoydal, limur í Norðurlandaráðnum, spyr tey trý Norðurlondini í ES, um tey vilja vátta, at Føroyar hava fullan rætt, sambært Havrættarsáttmálnum hjá ST, at áseta kvotur í egnum sjógvi. Hann spyr tær tríggjar stjórnirnar, um tær halda, at tað er í samsvari við Helsingforssáttmálan um norðurlendskt samstarv, at trý Norðurlond fremja handilsstongsul móti einum øðrum Norðurlandi. Høgni Hoydal spyr eisini, hvat danska, svenska og finska stjórnin ítøkiliga fara at gera at forða fyri boykotti móti Føroyum, og um tær hava tosað saman og við Føroyar um ætlanina hjá ES. Brot á Helsingfors sáttmálan Sjálvur sigur Høgni Hoydal, at tað er brot á Helsingforssáttmálan, um trý Norðurlond seta handilsstongsul í gildi móti einum øðrum Norðurlandi. Í fyrispurningi sínum undrast Høgni Hoydal á, at ES hóttir Føroyar við handilsstongsli, tá føroyingar fiska norðhavssild, sum als ikki er í ES sjógvi, og ES ongantíð átti at fingið part í. Høgni Hoydal sigur, at talan er um eina lógliga ósemju um fiskiskap, har sum Føroyar, sambært Havrættarsáttmálanum hjá ST, hava fullan rætt at áseta kvotu í egnum sjógvi. Høgni Hoydal spyr eisini, um ES ikki brýtur galdandi handilsavtalur og fyriskipanir hjá WTO, altjóða handilsfelagsskapinum. Í sland eisini revsað Nú sigur Maria Damanaki, ES kommisserur, at kemur Ísland ikki til samráðingarborðið sum skjóast at tosa um makrel, verður Ísland revsað. Sambært BBC vil Damanaki ikki bíða til oktober soleiðis sum íslendska stjórnin ætlar. Semja um makrelin skal finnast innan nakrar fáar vikur, sigur Maria Damanaki. Seinnapartin í dag fara Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, og Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, at ráðføra seg við Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum um møguligu handilstiltøkini móti Føroyum, sum ES boðaði frá tann 17.mai. Landsstýrið fer í seinasti lagi klokkan tvey mánadagin at svara ES, hví landsstýrið heldur, at handilstiltøk móti Føroyum eru burturvið. Sildin fekk ES at langa til Leingi ljóðaði, at ES ætlaði at seta bæði Føroyum og Íslandi handilsforðingar, tí makrelkvoturnar, sambært ES, eru alt ov stórar. Men samvitskan hjá ES viðvíkjandi egnum makrelfiskiskapi var ikki heilt rein, so tær handilsforðingarnar eru ikki fráboðaðar enn. Men tá Føroyar ásettu sína sildakvotu, langaði ES til. Nú eru tiltøk móti føroyskari sild og føroyskum makreli, sum er hjáveiða, tá sild verður fiskað, fráboðað. Landsstýrið fekk ein mánað at skriva svar. Tann freistin er farin mánadagin. Seinnapartin fer landsstýrið so at ráðføra seg við løgtingið, áðrenn svarið verður skrivað. 128 fólk, sum hava fyri neyðini at sleppa á røktarheim alt fyri eitt, eru á bíðilista. Tað fekk Trivnaðarnevndin at vita frá landsstýriskvinnuni í almannamálum í gjár. Treytin fyri at sleppa á røktarheim er, at fólk hava brúk fyri varandi røkt, at onkur er um tey alla tíðina. 128 fólk, sum hava brúk fyri fullari hjálp, bíða eftir plássi á røktarheimi. Eingin bíðar í Vágum og Norðstreymi Bara í Vágum og Norðstreymi stendur eitt null í teiginum akutt. Har bíðar eingin eftir plássi, sambært svarinum hjá Anniku Olsen. Á bíðilistanum til røktarheimini eru skrásettar 582 umsóknir. Umframt tær 128 akuttu eru 93 undir yvirskriftini tung, 172 eru løtt og 189 umsóknir eru ikki aktuellar. Fólk, sum eru skrásett sum tung, eru fólk, sum hava stóran tørv á heimahjálp ella eru minnisveik, men kunnu enn klára seg í egnum heimi. Fólk, sum eru skrásett at vera løtt, eru tey, sum ikki hava brúk fyri plássi á røktarheimi í løtuni. Fríggjadagin í næstu viku, tann 21.juni, fer Føroya rættur at kunngera, hvørja bót reiðarar og skiparar, sum verða ákærdir fyri at bróta manningarlógina, eiga at fáa, ella um teir eiga at fáa nakra bót yvirhøvur. Fútin krevur, at reiðarar fáa 20.000 krónur í bót og skiparar 5.000 krónur. Teir krevja frídøming, ella í øðrum lagi, at bótin í hesum førunum dettur burtur. Elstu málini eru frá 2011, og teir ákærdu halda eisini, at teir áttu at fingið ein ávaring, áðrenn farið varð í holt við at seta hart móti hørðum og krevja menn dømdar og revsaðar. Ákærdir fyri brot á manningarlógina Týsdagin vóru reiðarar og skiparar á okkurt um tíggju fiskiskipum í rættinum. Teir vóru allir ákærdir fyri brot á manningarlógina, tí skipini, sambært fútanum, ikki vóru mannað sambært lógini. Hvørki Føroya rættur ella ríkisadvokaturin hava ásett bótina fyri lógarbrot av tí slagnum, sum vórðu viðgjørd í rættinum týsdagin. Men um eina góða viku verður greitt, hvør revsingin eigur at vera, um reiðararnir og skipararnir verða dømdir sekir. Hvør skal revsast Ein prinsipiellur spurningur, sum rætturin eisini skal taka støðu til, er um stjórin í einum partafelagi er reiðari ella um felagið er reiðari, og tí skal dragast til svars fyri ákærur um lógarbrot. Annars vilja reiðarar og skiparar vera við, at tað er ógjørligt at halda manningarlógina. Í nógvum førum er talan um annan meistara í heimaflotanum, sum ikki hava havt vinnubræv og tí høvdu undantaksloyvi. Tá Fiskiveiðueftirlitið hevur kannað mynstringarlistar, hevur samsvar ikki verið millum listan og manningarskjalið. Atlantsflog hevur nú tveir luftbussar á flogi. Í gjár fór annað Airbus 319 flogfarið hjá felagnum fyrsta túrin í vanligari flúgving. Leiðin gekk úr Keypmannahavn til Streymfjørðin í Grønlandi. Hesin luftbussurin kom til Føroya á Norðoyastevnu. Hann er leigaður frá Air Malta til 2016. 28. juni fær flogfarið støð í Danmark, haðani tað bæði skal røkja Føroyaflúgving og leiguflúgving til Egyptalands, Tunis, Turkalands og Grønlands. Áðrenn farið varð til Grønlands í gjár, bar so á, at báðir luftbussarnir hjá Atlantsflogi hittust á flogvøllinum í Keypmannahavn. Ein 42 ára gamal maður varð í grundlógaravhoyring í dag varðhaldsfongslaður í fýra vikur fyri eldáseting. Tað var í gjár, at maðurin royndi at seta eld á ein bil hjá Tórshavnar kommunu. Tilburðurin fór fram á parkeringsplássinum á Frúutrøð við nakrar arbeiðsskúrar hjá Tórshavnar kommunu. Maðurin fór inn í handilin Mylnuna, har hann keypti reinsibensin, sum hann í brúkti til at seta eld á,. Ein troyggja lá á baksetrinum í einum bili, hann stoytti nakað av bensininum á troyggjuna og setrið, og fór síðani til hús. Fólk hjá Tórshavnar kommunu kom til beinanvegin, og tað eydnaðist teimum at sløkkja eldin, áðrenn hann rættiliga festi í bilin. Misti starvið 42 ára gamli maðurin greiddi í grundlógaravhoyringini frá, at hann misti starvið hjá sær hjá Tórshavnar kommunu í 2010, og hevur verið arbeiðsleysur síðani. Harafturat hevur maðurin fyri stuttum fingið at vita, at hann er uppsagdur í bústaði sínum. Eg var so ørkymlaður um, at eg eri arbeiðsleysur enn, og nú eisini verði heimleysur. Eg eri púra fyri av ongum av støðuni hjá mær, segði skuldsetti í rættinum, og hann legði afturat, at tann, sum hevur skyldina av hesi støðuni, er Tórshavnar kommuna. Og tí royndi hann at seta eld á bilin. Kann fremja líknandi brotgerð aftur Dómarin metti, at vandi kann vera fyri, at skuldsetti fer at gera líknandi brotsgerðir aftur, og tí varðhaldsfongslaði hann tann 42 ára gamla mannin í fýra vikur. Orsøkin til, at fongslingin er fýra vikur, er, at vit hava ikki stundir avgreiða málið skjótari, segði dómarin við skuldsetta, sum tók við varðhaldsfongslingini. Kriminalforsorgin fer eisini at persónskanna mannin. Nú verður bíligari at koyra í Vágatunlinum og Norðoyatunlinum. Prísirnar lækka 1. juli. Hjá teimum, sum hava árshald, verður prísurin 750 krónur um mánaðin, ella 9.000 krónur um árið. Treytirnir fyri at ogna sær árshald eru óbroyttar, og haldið verður teknað fyri eitt ár í senn. Prísurin fyri stakar túrar lækkar góð 15 prosent, úr 130 krónum niður í 110 krónur hvønn túr. Kubbahaldini Kubbahaldini verða eisini broytt. Eitt 40 túrahald kostar 2200 krónur um árið, ella 55 krónur fyri túrin. Og eitt 20 túrahald kostar 1100 krónur um árið. Tey, sum hava 5 túrahald, fáa nú møguleikan at tekna eitt 20 túrahald. Gjøldini, sum stóru og tungu akførini gjalda, lækka somuleiðis. Størri ferðsla Orsøkin til príslækkingina er, at ferðslan er økt, og tað hevur eydnast at tálma útreiðslurnar, siga nevndirnar fyri undirsjóvartunlarnar. Væntandi fara fleiri enn 605.000 akfør at koyra í Vátunlinum í ár samanborið við 594.000 í fjør. Í Norðoyatunlinum væntast ferðslan at fara upp um 760.000 akfør í ár. Í fjør koyrdu 743.400 akfør í Norðoyatunlinum. Alt eldraøkið sum tað er verður í dag endavent í einum samráði millum trivnaðarnevndina hjá løgtinginum og landsstýriskvinnuna í almannamálum, Anniku Olsen. Landsstýriskvinnan hevur fingið 22 spurningar frá nevndini, sum hon so svarar í samráðnum. Ein spurningur tikin aftur Trivnaðarnevndin tók ein spurning til Anniku Olsen aftur. Nevndin vildi hava at vita, hvaðani boðini komu um, at starvsfólk á eldraøkinum ikki skulu úttala seg fakliga um avleiðingarnar av sparingunum, og hvussu ætlanin er at skipa hetta í framtíðini. Men av tí at Løgtingsins umboðsmaður viðger handfaringina hjá stjóranum í Almannaverkinum av málinum um sparingar á eldraøkinum, tók Trivnaðarnevndin henda spurningin aftur. Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum á middegi. Fólk í Bø og í Gásadali noyðast í framtíðini til Sørvágs at velja fólk í løgtingið. Innlendismálaráðið hevur strikað valstøðini Bø og Gásadal. Bygdirnar eru ov smáar, og atkvøðurnar verða kendar aftur, segði borgarstjórin í Sørvági, Sune Jacobsen, við Útvarpið í februar. Tað var hann, sum bað landstýrið um at strika tey bæði valstøðini í Sørvágs kommunu. Mykines framvegis valstað Mykines, har færri fólk búgva enn í Bø, er tó framvegis valstað. Tí har er støðan ein onnur enn í Bø og Gásadali, segði borgarstjórin í Sørvági. Á seinasta kommunuvali, sum var í november í fjør, vóru 60 valstøð í Føroyum. 16 teirra høvdu færri enn 50 veljarar, og níggju høvdu millum 50 og 100 veljarar. Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, arbeiðir við einum lógaruppskoti um at minka um talið á valstøðum. Lógaruppskotið kemur í heyst. Í gjáramorgunin fekk fyrsti studenturin á Studentaskúlanum og HF skeiðnum í Eysturoy húgvuna á høvdið. Fyrsta pisan í ár var Bjørt Johansen av Strondum. Bjørt er pisa nummar 2080 í søgu skúlans, sum byrjaði í 1982 við Gøtugjógv. Flutt varð inn á Kambsdal í 1993. Næsta skúlaár verður næmingatalið tað mesta nakrantíð, síðani skúlin varð settur á stovn. Seinasti próvtøkudagur á Studentaskúlanum og HF skeiðnum í Eysturoy í hesum skúlaárinum er 25. juni, tá allir studentar og HF arar hava pisufund á Gøtusandi klokkan17. Eina viku eftir, at eitt dótturfelag hjá Bakkafrosti kom upp í felagsskapin hjá teimum, sum selja frystar matvørur í Bretlandi, vil uppsjóvarvinnan í Bretlandi hava British Frozen Food Federation at útihýsa føroyskum fyritøkum, skriva bretskir miðlar. Føroysku makrel og sildakvoturnar eru orsøkin til áheitanina frá bretsku uppsjóvarvinnuni. Sambært henni umhugsar ES eisini handilsforðingar móti laksi úr Føroyum. Tey tíðindi eru tó ikki váttað. ES hevur boðað landsstýrinum frá forðingum móti sild og makreli sum hjáveiða í sildafiskiskapinum. Innflyta fóður Ian McFadden, formaður í felagnum hjá skotskum uppsjóvarvirkjum, sigur, at í Føroyum verður fóðrið til laksaalingina gjørt úr makreli og sild. Hetta ger, at nýggi limurin í British Frozen Food Federation, Bakkafrost, á hendan hátt innflytur makrel og sild til Bretlands. Gjøgnum føroyskan laks koma føroyskur makrelur og føroysk sild í føðiketuna í Bretlandi, sigur Ian McFadden. Og tí eiga vit at forða fyri, leggur hann afturat. Vísir aftur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti, vísir aftur tí, sum bretska uppsjóvarvinnan sigur um føroyska laksin og fóðrið, sum verður brúkt í Føroyum. Hann sigur, at Faroe Seafood í Bretlandi í høvuðsheitum selur laks frá Bakkafrosti. Vit hava í longri tíð sæð til, at fóðurið ikki inniheldur fisk, sum er fiskaður í stríð við onnur lond, eisini makrel og nú eisini sild, sigur stjórin á Bakkafrosti. Hann leggur afturat, at tí er einki hald í tí, sum Ian Mcfadden sigur. KÍ hevur sett Eyðun Klakstein sum høvuðsvenjara, og Paula Poulsen sum hjálparvenjari. Sáttmálin við nýggja venjaratoymið er galdandi til og við kappingarárið 2014. Sostatt verður Eyðun Klakstein eisini venjari hjá KÍ í komandi kappingarári. Vit hava frá í dag av valt at steðgað við samstarvinum við Páll Guðlaugsson. Í sáttmálanum hjá Páll stendur, at vit í august skuldu til samráðingar um næsta ár. Og tá vit nú høvdu avgjørt, at hann ikki bleiv venjari næsta ár, so steðgaðu vit samstarvinum nú ístaðin. Tað er Dimmalætting sum í dag skrivar, at Gunnar Nielsen er á veg til skotskan fótbólt. Landsliðsmálverjin váttar fyri blaðnum, at tað er samband millum hann og Motherwell. Tað passar, at eg havi fingið eitt tilboð frá teimum. Tað er eitt áhugavert tilboð, men eg havi eisini onnur tilboð, og enn havi eg ikki tikið nakra endaliga avgerð, sigur Gunnar Nielsen í stuttari viðmerking við Dimmalætting. Gunnar Nielsen hevur fyrr verið knýttur at Motherwell. Í 2008 var hann leigaður út til felagið í eitt hálvt ár. Gongst sum ætlað, fer øll vinnunevndin hjá løgtinginum til Kina á vitjan í august mánaði. Ferðin verður mett at kosta tilsamans 140.000 krónur. Formaðurin í nevndini avsannar, at hetta er ein hugnavitjan. Hetta verður ein arbeiðsvika, har hvør tími verður brúktur, sigur Alfred Olsen. Vinnulív og orkukeldur Endamálið við ferðini er at kanna vinnulívið og alternativar orkukeldur í Kina. Sjey limir eru í vinnunevndini. Teir verða allir við í ferðini umframt skrivarin, sum er embætisfólk í løgtinginum . Ein bíligari háttur var, at formaðurin í vinnunevndini fór einsamallur til Kina at kanna vinnulívið, og at hann síðani greiddi løgtinginum frá ferðini. Men hetta er einki gott gott hugskot, heldur Alfred Olsen. Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum. Pensjónistar, sum búgva heima, fara beinan vegin at, at tveir ergoterapeutar nú verða sendir til hús av Lágargarði. Tað sigur Augusta Mikkelsen, deildarleiðari á virkis og venjingarstovuni. Hóast Augusta stúrir fyri sínum øki, sum er uppvenjing, so heldur hon, at tað er einki annað at gera, enn at spara. Innan eldraøkið í Tórshavnar kommunu arbeiða sjey ergoterapeutar undir fimm ymiskum skipanum, har leiðarin er sjúkrarøktarfrøðingur. Hetta ørkymlar ergoterapeutarnar, sum ofta arbeiða einsamallar. Sí innslag í Degi ogViku Politiið í Havn hevur tikið ein mann, sum helst skal í grundlógaravhoyring í dag ella í morgin, skuldsettur fyri eldáseting. Tilburðurin var á middegi í eysturbýnum í Havn, har roynt varð at seta eld á ein bil hjá Tórshavnar kommunu. Løgreglan veit ikki so nógv at siga um málið enn, men upplýsir, at eldur varð ásettur undir bilinum. Tað eydnaðist fólki hjá kommununi at sløkkja eldin. Hóast tað skjótt eru tveir mánaðir síðani, at fyrsta flagið varð loyst, og farast skuldi undir arbeiðið at byggja skúladepilin i Marknagili, er ikki farið at grava út enn. Á Landsverki siga tey, at tað hevur verið neyðugt at gera nýggjar tekningar, tí skúladepilin bleiv minni enn upprunaliga ætlað, og tað er eftir teimum tekningunum, gravimaskinurnar bíðja. Nýggju tekningarnar eru nú gjørdar, og farið verður at grava út i næstu viku, verður sagt. Bartal Hestoy bleiv nummar í morgun nummar 15 av 29 luttakarum. Tíðin hjá Bartali var so mikið skjót, at hann tók sítt egna met í 400 metur blandað. Tíðin var 4.36.32. Gamla metið sum Bartal setti í Actavis Open 2013 var 4.38.10 Varðin Pelagic á Tvøroyri hevði seks milliónir krónur í avlopi eftir skatt í fjør, 2012 var fyrsta roknskaparárið hjá felagnum, og framleiðslan byrjaði ikki fyrr enn 1. august. Ti er úrslitið gott, skrivar Business Line. Bruttovinningurin var góðar 44 milliónir krónur, og útreiðslurnar til starvsfólk vóru 28 milliónir krónur í fimm mánaðir. Selja í fremmandum gjaldoyra Sagt verður í frágreiðingini frá leiðsluni, at stórur partur av søluni er í fremmandum gjaldoyra, og tað ávirkar felagið nakað, tí broytingar eru í virðinum á gjaldoyranum. Leiðslan í Varðanum Pelagic sigur, at framleiðslan á virkinum veksur í ár, samstundis sum kostnaðurin verður minni. Tað skuldi givið enn betri úrslit enn í fjør.Eginpeningur felagsins við árslok var slakar 100 milliónir krónur, upplýsir Business Line Ein gassleki var helst orsøkin til eldsbrunan heima á Sandi týskvøldið í síðstu viku. Eldurin kyknaði í fýrrúminum, har ein køkur eisini var. Í køkinum var einn gassfløska, og ástøðið hjá politinum er, at gass er likið. Í køkinum var eisini eitt kuldaskáp. Og so var oljufýringin har. Ein neisti frá teimum kann hava fest í gassið. Spreingingar Nakrar smærri spreingingar og ein stór vóru í kjallaranum. Bergleif Brimvík, kanningarleiðari, sigur, at enn er orsøkin ikki endaliga staðfest, men alt bendir á, at gassleki var orsøkin til eldin. Tað tók hálvan triðja tíma at sløkkja eldin, men tá vóru húsini brunnin í grund. Vinnukærunevndin miðar eftir at hava fund fríggjadagin at taka støðu til áheitanina frá smápartafelagnum Vindrøkt um at viðgera kæruna um vindmyllulundina í Húsahaga av nýggjum. Á fundinum fer nevndin at avgera, um svarið til Vindrøkt verður ja ella nei. Skeivt grundarlag Jóhan í Niðristovu, stjóri í Vindrøkt, sigur, at Vinnukærunevndin framdi eitt álvarsligt faktuelt mistak, tá hon tók avgerð um kæruna frá Vindrøkt um myllurnar í Húsahaga. Nevndin hevur viðgjørt kæruna á skeivum grundarlagi, sigur Vindrøkt. Nevndin staðfesti avgerðina hjá Jarðfeingi at geva einum felagi hjá SEV og Magn loyvi at seta upp 13 myllur í Húsahaga. Vindrøkt biður eisini um, at áheitanin frá felagnum fær steðgandi virknað, so nýggja felagið hjá SEV og Magn ikki fær sett spakan í Húsahaga. Ongar viðmerkingar Gurið Joensen, forkvinna í Vinnukærunevndini, sigur, at hon hevur ongar viðmerkingar um tað, sum stjórin í Vindrøkt sigur um arbeiðið hjá nevndini. Nevndin viðger ongantíð alment tær avgerðir, hon tekur, ella viðgerðina í nevndini. Tað var 19.januar, at Jarðfeingi gav felagnum, sum SEV og Magn ætla at stovna, loyvi at seta upp 13 myllur í Húsahaga. Men Vindrøkt kærdi alt fyri eitt avgerðina til Vinnukærunevndina. Byggifeløgini skulu bera skjótt at, vilja tey sleppa upp í part, tá Landsverk fer at velja tær fyritøkur, sum verða undangóðkendar at sleppa at bjóða upp á høvuðsarbeiðstøkuna, nú vardar íbúðir til fólk við menningartarni skulu byggjast í Runavík og í Klaksvík. Freistin at bjóða seg fram er til klokkan10.00 fyrrapartin mikudagin í næstu viku. Tilsamans 28 íbúðir 16 íbúðir skulu byggjast í Klaksvík og 12 í Runavík. Íbúðirnar skulu vera lidnar á heysti næsta ár. Bara feløg, sum eru skrásett í Føroyum, sleppa at byggja íbúðirnar við Blikagøtu í Runavík og Mylnutún í Klaksvík. Og feløgini skulu hava kunnleika til serføroysk viðurskifti, so sum veðurlag, arbeiðsmarknaðarviðurskifti, lóggávu og reglur, sum eru galdandi fyri slíka bygging, sigur Landsverk, sum er byggiharri. Nú er knappliga ein triðingur fiskaður av føroysku toskakvotuni á Flemish Cap. Sambært tølum hjá Fiskiveiðueftirlitinum mánadagin vóru tá fiskað 934 tons. Kvotan er 3.200 tons. Níggju skip eru í yvirlitinum hjá Fiskiveiðueftirlitinum, fýra línuskip og fimm trolarar. Hjá línuskipunum er fiskiskapurin framúr góður. Mánadagin høvdu Kvikk og Stapin, sum tá høvdu roynt í seks dagar, longu fingið hálvt annað hundrað tons hvør. Føroyar megnaðu leingi at halda Svøríki frá málmøguleikum, men tá góðir 30 minuttir vóru farnir av fyrra hálvleiki fekk svenski høgribakkurin, Lustig, gott pláss í høgru síðu, og tað eydnaðist honum at raka Zlatan Ibrahimovic við innlegginum. Ibrahimovic var tryggur og legði Svøríki á odda 1 0, sum eisini var hálvleiksstøðan. Seinni hálvleikur gjørdist meira dramatiskur. Símun Samuelsen kundi sloppið fríur móti svenska málinum, men hann bleiv skeivt dømdur fyri rangstøðu. Áðrenn tað vildu Føroyar hava brotsspark, tá Jóan Símun Joensen bleiv hálaður í troyggjuna í svenska brotssteignum. Tá 10 minuttir eru eftir av dystinum verður Granqvist útvístur fyri sláa eftir Fróða Benjaminsen. Føroyar megnaðu tó ikki at gera sær dælt av yvirtalsstøðuni, tí bara ein góðan minutt aftan á verður Zlatan Ibrahimovic feldur í føroyska brotssteignum, og so syrgdi hann við brotssparki fyri, at Svøríki kom á odda 2 0. Hóast Føroyar taptu 0 2 tykist landsliðið á rættari kós. Leikararnir stríddust til tað síðsta, og tað ørkymlaði svenska liðið ein stóran part av dystinum. Pál Joensen svam seg til eitt fjórða pláss á Mare Nostrum stevnuni í Barcelona, tá ið hann í 400 metra frísvimjing svam teinin uppá 3 53.25. Taktikkurin var at leggja hart út og so royna at halda. Pál var í heilum fremst ella næstfremst, líka til síðstu 50 metrarnar. Suðurafrikanski Devon Brown Myles vann við tíðini 3 52.47, japanski Ayatsugu Hirai vann silvur við 3 52.70 og ungi finnlendingurin Matias Koski vann bronsu við 3 52.86. Varðhaldið á gomlu politistøðini í Jónas Broncksgøtu í Havn verður nú nýtt til vallaraheim. Teir, sum eiga gisitingarhúsið Bládýpið í miðbýnum, hava vgjørt at innrætta varðhaldið til vallaraheim. Soppur varð staðfestur í bygninginum, har løgreglan helt til, men í varðhaldinum er eingin soppur. Sí innslag í Degi ogViku. Eg vóni framvegis, at stjórnin átekur sær ein virknan leiklut at fáa ósemjuna loysta, so tað slepst undan ES tiltøkum. Tað sigur Anni Matthiesen, framsøgukvinna hjá Vinstra í føroyskum málum, upp undir samráðið í matvørunevnd fólkatingsins í morgin, har Mette Gjerskov, matvørumálaráðharri, fer at greiða frá fiskivinnuósemjuni millum Føroyar og ES, og hvørja støðu stjórnin hevur til málið. Vanlukkulig støða Í ríkisfelagsskapinum kunnu vit koma í ta vanlukkuligu støðu, at ein ríkispartur skal boykotta ein annan ríkispart. Eg vóni framvegis, at stjórnin átekur sær ein virknan leiklut at fáa ósemjuna loysta, so tað slepst undan ES tiltøkum. Tí síggi eg fram til at fáa kunning frá ráðharranum og frætta, hvussu vit sum ríkisfelagsskapur skulu handfara eitt møguligt boykott, sigur Anni Matthiesen. Altjóða rættur Framsøgumaðurin hjá Vinstra í fiskivinnumálum, Thomas Danielsen, sigur, at verður talan um boykott, er umráðandi, at revsitiltøkini standa mát, og eru í samsvari við altjóða rætt. Erling Bonnesen, sum er framsøgumaður hjá Vinstra í matvørumálum, sigur, at tað hevur avgerandi týdning, at Danmark styðjar Føroyar, um ósemjan gerst eitt mál í heimshandilsstovninum, WTO. Poula Øssursdóttir Mohr setti í morgun nýtt føroyskt met í 100 metur firvaldssvimjing á langgeil. Poula luttekur í Mare Nostrum stevnuni í Barcelona, og har svam hon teinin upp á 1.05.92. Gamla metið á 1.05.96 átti Birita Debes. Tað bleiv sett í Danish Open í mars mánaði. Føroyskir alarar duga nógv best til at fáa úrtøku úr laksinum. Nordea Markets hevur samanborið úrslitini í fyrsta ársfjórðingi hjá alifyritøkunum, sum eru skrásettar á keypsskálanum í Oslo. Av føroysku úrslitunum er Bakkafrost við. Bakkafrost forvann 15 krónur úr hvørjum aldum kilo av laksi. Kilensku alararnir, sum eru skrásettir á keypsskálanum, mistu hinvegin tríggjar krónur fyri hvørt kilo, sum teir aldu. Sakarmálið móti fyrrverandi egyptiska forsetanum, Hosni Mubarak, er aftur útsett hesaferð til juli. Orsøkin er, at skjøl og videomyndir eru løgd fram í málinum, og verjarnir hava tí biðið um at fáa málið útsett. Hosni Mubarak er áður dømdur lívlanga fongsulsrevsing í sambandi við, at nógv mótmælisfólk lótu lív, tá hann ráddi fyri borgum í 2011. Dómurin varð kærdur. Eisini tveir synir fyrrverandi forsetans vórðu dømdir, men hesir dómarnir eru eisini kærdir. 85 ára gamli Mubarak og synir hansara vóru staddur í rættarhølinum í gjár, har avgjørt varð at útseta rættarmálið enn einaferð. Ísland fer seinni í ár at lata upp sendistovu í grønlendska høvuðsstaðnum Nuuk. Grønlendska landsstýrisforkvinnan, Aleqa Hammond, hevur verið í Íslandi, har hon hitti forsetan, Ólaf Ragnar Grímsson, og nýtilnevnda forsætisráðharran, Sigmund Davíð Gunnlaugsson. Grønland og Ísland eru samd um at styrkja sambandið landanna millum, millum annað samstarv um flutning, heilsu, ráevni og undirstøðukervi. Beyð forsetanum til Grønlands Aleqa Hammond bjóðaði bæði forsetanum og forsætisráðharranum til Grønlands í heyst. Løgtingið feldi fyri einum góðum mánaði síðani eitt uppskot til samtyktar frá Tjóðveldi og Framsókn um føroysku sendistovu í Grønlandi. Løgmaður hevur sagt, at hann arbeiðir við eini ætlan um føroyska umboðan í Grønlandi, og ætlanin er at samskifta við vinnuna um tað málið. Teir tríggir, sum kanska skulu avgera, hvør fær festið í Famará, eru allir ógegnigir. Teir hava fyrr tikið eina avgerð um Famará, sum Fiskimálaráðið kolldømdi. Tí eigur Fiskimálaráðið at fáa Ríkisumboðsmannin at finna óheft fólk at viðgera umsóknirnar um festið. Tað sigur Thorkild Høyer, advokatur hjá Johan Dalsgaard. Hann hevur sent Fiskimálaráðnum klagu um Búnaðarstovuna. Teir tríggir, sum hann sipar til í klaguni, eru stjórin á Búnaðarstovuni, Bjørn Patursson, landbúnaðarráðgevin, Rólvur Djurhuus, og skrivstovuleiðarin, Andrass Holm Arge. Bíðar eftir freistini Bjørn Patursson sigur, at ikki fyrr enn umsóknarfreistin er farin 5.juli, verður avgjørt, hvør skal viðgera umsóknirnar. Hann sigur eisini, at sambært Fiskimálaráðnum eru Búnaðarstovan og teir tríggir, sum eru nevndir í klaguni, ikki ógegnig. Teir kunnu tí viðgera umsóknirnar. Thorkild Høyer klagar eisini um, at fólkini í Famará eru biðin um at fara haðani í seinasta lagi 15.juli. Men Johan Dalsgaard, sum sigur seg hava avtalu við uppsitaran um at búgva í Famará, sigur seg ongan avtalu hava um uppsagnarfreist. Thorkild Høyer sigur í brævinum til Fiskimálaráðið, at leigulógin og tær freistir, har eru, skulu brúkast í málinum hjá Johan Dalsgaard. Advokaturin sigur, at Búnaðarstovan er ósaklig, og hevur tikið atlit at viðurskiftum, sum ikki eru málinum viðkomandi. Búnaðarstovan hevur gjørt seg seka í valdreingjan, sigur Thorkild Høyer í klaguni til Fiskimálaráðið. Hóast 100 fleiri næmingar verða í Hoydølum eftir summarfrítíðina enn nú, so fáa færri næmingar undirvísing í fremmandamálum. Í ár eru 20 flokkarí hesum lærugreinum, sum eru týskt, spanskt og franskt, men næsta skúlaár verða 11 málslfokkar. Tað sæst í tølum, sum Útvarpið hevur fingið frá studentaskúlanum og HF í Hoydølum. Fremmandamálini vikna Fremmandamálini í nýggju breytarskipanini vikna, tí náttúrulærugreinirnar verða styrktar. Nýggja breytarskipanin gevur ikki somu rúmd fyri málsligu vallærugreinunum sum gamla skipanin í miðnámsútbúgvingini, og tað er spell, sigur Mikkjal Helmsdal, rektari í Hoydølum, sum í løtuni riggar til komandi skúlaár. Eisini á hugbreytini Men tað er ikki einans á náttúrubreytini, sum er gamla støddfrøðideildin, at krøvini til málsligu lærugreinirnar eru slakað. Á hugbreytini, sum er gamla málsliga deildin, er týskt ikki longur kravt framhaldsmál. Tað ber til at velja danskt í staðin fyri eitt fremmandamál, og latín er tikið burtur uttan at nøkur onnur lærugrein er komin í staðin. Rektarin í Hoydølum harmast um, at fremmandamálini vikna, tí at náttúrulærugreinirnar verða styrktar. Nú skjótt tvey ár eru farin, síðani løgtingið samtykti lógina, sum skal verja fólk, sum keypa hús, eru fólk líka verjuleys enn. Hóast lógin kom í gildi 1.januar í fjør, kann hon ikki rættiliga brúkast, tí tey, sum keypa hús, fáa ikki keypt sær eina ognarskiftistrygging. Fyri at kunna keypa slíka trygging krevst ein støðufrágreiðing, sum er ein frágreiðing um, hvørjum standi húsini eru í. Tryggingin, sum fólk ikki fáa keypt sær, skal verja tey móti at koma í fíggjarligt óføri av húsakeypi. Orsøkin er, sigur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í svari til Gunnvør Balle, løgtingskvinnu, at oyðubløðini til støðisfrágreiðingarnar eru nústani liðug. Trý oyðubløð Landsverk skuldi gera trý oyðubløð, eitt til seljara og tvey til tann byggikøna, sum skal skoða húsini. Tey eru nú gjørd og send Vinnumálaráðnum, sum umsitur málsøkið trygging. Kári P. Højgaard sigur, at Innlendismálaráðið og Vinnumálaráðið fara tann 19.juni at umrøða bæði støðufrágreiðing og ognarskiftistrygging. Fyribils eru tey, sum keypa hús, líka illa fyri, sum tey vóru fyri tann 1.januar í fjør og 27.september í 2011, tá løgtingið samtykti lógina. Lógin kann ikki brúkast Einasti møguleiki, sum fólk hava, sum ikki eru nøgd við húsini, tey keyptu, er at fara í rættin. Hetta var eisini orsøkin til, at løgtingið samtykti lógina um brúkaravernd viðvíkjandi keypi og sølu av fastari ogn, sigur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður. Men hóast lógin er bæði samtykt og komin í gildi, kunnu tey, sum keyp hús, ikki brúka hana enn. Tey kunnu ikki tekna tryggingina, sum skal verja tey móti fíggjarligum óføri. Ansið eftir spølum, sum eru keypt á Itunes Store á Apple. Brúkaraumboðið mælir foreldrum og øðrum vaksnum at vísa varsemi, tá børnini spæla spøl á Ipaddinum ella Iphones spøl, sum eru seld á Itunes Store hjá Apple. Spølini eru ofta ókeypis at byrja at spæla. Men tá barnið hevur spælt eina løtu, verður møguligt at gera eykakeyp. Pengarnir verða tiknir av gjaldskortinum, sum er knýtt at Ituneskontoini. Kontan opin í 15 min. Standardstillingarnar á Ipad eru soleiðis, at um loynitalið er trýst inn einaferð, stendur kontan opin í 15 minuttir at keypa í. Hetta korterið kann barnið keypa við gjaldskortinum hjá foreldrunum. Tíðarskeiðið, 15 minuttir, verður endurnýggjað fyri hvørt keyp. Brúkaraumboðið mælir tí til at broyta standardstillingarnar á Ipaddinum, so loyniorðið skal brúkast, hvørja ferð keypt verður. Á heimasíðuni er ein vegleiðing um, hvussu tað kann gerast. Eru pengar tiknir av kontuni, ber til at fáa peningin aftur. Umráðandi er tó alt fyri eitt at gera vart við seg hjá peningastovninum at sperra kortið og senda klagu til Apple og biðja um at fáa pengarnar aftur, sigur Brúkaraumboðið í sínari ávaring. HF kvinnur blivu nummar 23 av 27 liðum, sum luttóku til HM í estetiskum fimleiki. Liðið hevði eina góda framførdslu. Úrslitið bleiv kunngjørt samanlagt, tí kann ikki sigast hvat haltaði hja liðnum. Hesa ferð, og fyri fyrstu ferð síðani vit byrjaðu at kappast í estetiskum fimleiki í 2005, eydnaðist tad bædi Greve og Team Emblu frá Danmark at fara fram um Føroyar. Fimleikurin skrivar, at støðið blívur bara hægri og hægri. Japan og Sudurafrika vóru v d á fyrsta sinni. Føroyska U 21 landsliðið fekk eina frálíka byrjan upp á hesa EM undankappingina. Føroyar spældu javnleik 2 2 móti Rumenia, eftir at hálvleiksstøðan hevði verið 1 0 til Føroyar. Gunnar Zachariasen legði Føroyar á odda í fyrra hálvleiki. Men tíðliga í seinna hálvleiki javnar Rumenia og nakað seinni leggur Rumenia seg á odda 2 1. Men í allar síðsta sekundi í dystinum eydnast tað innskifta Poul Ingason at javna fyri Føroyar. Nú hevur írski málrevurin, Robbie Keane, skorað 59 mál í 126 landsdystum. Tað er ikki av tilvild, at Robbie Keane vísti í kvøld, at tað er ikki av tilvild, at hann hevur skotið so nógv mál. Hann var so at siga altíð á rætta staðnum á rætta tíðspunktinum. Robbie Keane legði Írland á odda 1 0 longu tá fimm minuttir vóru spældir, sum eisini var støðan í hálvleikinum. Tá seinni hálvleikur var tíggju minuttir gamal, var Robbie Keane aftur upp á spæl, og tá umleið eitt korter var eftir punkteraði hann dystin við reinum hattrikki. Hóast Føroyar ikki spældu seg til nakran vandamiklan málmøguleika, Atli Gregersen var tættast við, tá ein skallari hjá honum fór á nettakið, so er hetta avrikið góðkent, tá hugsað verður um vánaliga avrikið í Wien fyri nøkrum mánaðum síðan. Føroyar kláraðu seg munandi frægari í verjupartinum hesaferð. Ári Mohr Jónsson, Heini Vatnsdal og Páll Klettskarð spældu allir sín fyrsta landsdyst í kvøld, og ungu menninir komu væl frá uppgávuni. Týskvøldið spælir Føroyar á útivølli móti Svøríki. Turkisku myndugleikarnir eiga at gevast við at nýta vald móti mótmælisfólkunum. Tað sigur týski samveldiskanslarin, Angela Merkel, sum nú leggur seg út í kreppuna í Turkalandi. Eg vóni, at myndugleikarnir skifta orð við tey ungu, og at harðskapurin móti mótmælisfólkunum heldur uppat, sigur Angela Merkel. Ófriður í átta dagar Ófriðurin í Turkalandi hevur nú vart í átta dagar, og í minsta lagi tvey mótmælisfólk og ein løgreglumaður eru deyð í ófriðinum, sum hevur breitt seg til 30 býir. Ófriðurin kyknaði sum eitt mótmæli ímóti eini byggiætlan í eini lund í Istanbul, men síðani hevur hann ment seg til landsumfatandi mótmæli móti politikkinum hjá Erdogan, forsætisráðharra, og stjórn hansara. Mótmælistiltøk lóglig Turkiski varaforsetin, Bulent Arinc, hevur viðgingið, at mótmælistiltøkini hava verið lóglig, men at myndugleikarnir mistu tamarhaldið, tá trygdardeildir fóru at nýta táragass móti mótmælisfólkunum. Vit hava hvørki rætt ella ráð til at lata sum einki. Eitt fólkaræði kann ikki vera til uttan andstøðu, sigur turkiski varaforsetin. Í mai komu 175.000 arbeiðspláss afturat í USA, og tað eru 12.000 fleiri enn væntað. Búskaparfrøðingar spáddu, at 163.000 nýggj arbeiðspláss vórðu stovnað í farna mánaði. Hinvegin vísa tølini fyri apríl, at henda mánaðin komu 149.000 arbeiðspláss afturat, og ikki 165.000 sum væntað. Arbeiðsloysið 7,6 prosent Arbeiðsloysið í USA er nú 7,6 prosent, men tá kreppan var í hæddini, var tað meiri enn 10 prosent. Útlitini er góð, og serfrøðingar vænta, at fleiri enn 200.000 fáa arbeiði bæði í juli og august. Útlitini hjá trolarunum í Barentshavinum eru góð, eftir at ICES mælir til uppaftur størri toskakvotu næsta ár, skrivar Fiskaren. Tilmælið hjá ICES sigur, at fiskast kunnu 993.000 tons av toski í Barentshavinum í 2014. Tilmælið í ár var 940.000 tons, men Noreg og Russland samdust um at fiska eina millión tons av toski í Barentshavinum í ár. Seinast, ein millión tons av toski vórðu fiskað í Barentshavinum, var í 1974. Í avtaluni við Russland fingu føroysku trolararnir 20.000 tons av toski og 2.000 tons av hýsu í Barentshavinum í ár. Toskakvotan er á leið 5.000 tons hægri enn í fjør. Eingin avtala við norðmenn Seinastu árini hevur eingin avtala verið millum Føroyar og Noreg um sínámillum fiskiskap, tí ósemja er um sild og makrel. Tað stendur ikki eins væl til hjá hýsustovninum sum toskastovninum í Barentshavinum. ICES mælir til at lækka hýsukvotuna niður í 150.000 tons, 50.000 tons minni enn í ár. Í fjør var hýsukvotan í Barentshavinum 300.000 tons. Umboð fyri Noreg og Russland fara at umrøða kvotutilmælið á fundi í oktober, skrivar Fiskaren. Vinnukærunevndin hevur ikki ásett fund enn at viðgera umbønina frá smápartafelagnum Vindrøkt um at viðgera av nýggju kæruna frá felagnum um avgerðina hjá Jarðfeingi um at geva SEV loyvi at seta upp vindmyllur í Húsahaga í Suðurstreymi. Men nevndin fer at viðgera áheitanina frá Vindrøkt. Vindrøkt biður eisini um, at áheitanin frá felagnum fær steðgandi virknað, so nýggja felagið hjá SEV og Magn ikki fær sett spakan í Húsahaga. Vinnukærunevndin staðfesti annars avgerðina hjá Jarðfeingi um at geva SEV og Magn loyvi. Góðtaka ikki avgerðina Men Vindrøkt góðtekur ikki avgerðina, tí sambært felagnum, sum eisini bjóðaði upp á Húsahaga, hevur Vinnukærunevndin viðgjørt kæruna á skeivum grundarlagi. Jóhan í Niðristovu, stjóri í Vindrøkt, vísir til Vinnunevndina hjá løgtinginum, og at SEV fyrst sendi eina umsókn og síðani eina aðra, eftir at Húsahagi varð boðin út alment, so onnur eisini kundu bjóða upp á vindmyllulundina har. Fer at viðgera kæruna Vinnukærunevndin fer at viðgera áheitanina frá Vindrøkt og taka støðu til, um málið skal ganga umaftur, og tá verður talan um nýtt mál hjá nevndini. Tað kann gerast, um okkurt er komið fram nú, sum Vinnukærunevndin metir eru nýggjar upplýsingar um málið. Gurið Joensen, forkvinna í Vinnukærunevndini, sigur, at hon hevur ongar viðmerkingar um tað, sum stjórin í Vindrøkt, Jóhan í Niðristovu, í gjár segði um arbeiðið hjá nevndini.Nevndin viðger ongantíð alment tær avgerðir, hon tekur, ella viðgerðina í nevndini. Kærustovnurin fyrireikar nú áheitanina frá Vindrøkt til Vinnukærunevndina at taka støðu til. Tað var 19.januar, at Jarðfeingi gav felagnum, sum SEV og Magn ætla at stovna, loyvi at seta upp 13 myllur í Húsahaga. Men Vindrøkt kærdi alt fyri eitt avgerðina til Vinnukærunevndina. Línuskipini rokast á Flemish Cap, og bæði Stapin og Kvikk eru um at hava fingið uppí, eftir at hava roynt í fýra samdøgur. Fiskiskapurin hevur onkra setu verið millum 50 og 60.000 pund. Onkur skip eru á veg til Ný Foundlands, og onnur rigga til at fara. Túrurin var góður hjá Kambi, sum var fyrsta línuskipið, ið fór yvir, og sum var aftur í Føroyum fyri einari viku síðani. Kambur fekk uppí eftir at hava roynt í fimm samdøgur. Skipið hevði um 250.000 pund. 12 krónur fyri kilo. Kambur seldi fiskin hjá Barðinum í Havn, og fekk millum 10 og 12 krónur. fyri kg, alt eftir støddini. Hóast langt er at sigla, so var elsti fiskurin 12 dagar, og yngsti fiskurin sjey dagar, tá skipið landaði, og fiskurin var fyrstafloks, verður upplýst á Barðinum. Kambur fekk 1,5 milliónir krónur. fyri lastina. Tað verður mett sum ein góður túrur, tí vanliga verður roknað við, at eitt línuskip skal selja fyri eina millión krónur um mánaðin. Túrurin hjá Kambi vardi í 21 dagar. Nógvur fiskur Tveir línubátar eru á Flemish Cap, teir eru Stapin og Kvikk, sum byrjaðu fiskiskap fyrr í vikuni. Teir lata væl at, tí fiskur er at fáa allastaðni. Tað er nógv til, bæði av stórum toski og minni toski, alt eftir hvar teir seta. Stapin hevði 1800 kassar við, og teir hava mestsum fingið uppí, eftir at hava roynt í fýra samdøgur. Stapin tekur um 230.000 pund av ísfiski. Fiskiskapurin hevur verið somikið góður, at onkra setu hava bæði Stapin og Kvikk fingið millum 50 og 60.000 pund. Kambur, sum gjørdi ein góðan túr, er á veg yvir aftur á Flemish Cap. Váðasteinur er eisini á veg yvir. Venus er eisini farin, og Venus verður á fiskileið í annaðkvøld. Tveir aðrir línubátar rigga til at fara til Ný Foundlands, teir eru Sandshavið og Jákup B. Í vikuskiftissendingini í dag verður hitað upp til landsdystin millum Írland og Føroyar. Suni Merkisstein er í Dublin, og hann hevur hitt fleiri áhugaverd fólk. Millum annað hevur hann prátað við blaðstjóran á Norðlýsinum, Olivur Joensen, og trúgva landsliðsfjepparan, Nemus Napoelon Djurhuus. Umframt spentar áskoðarar hoyra vit eisini prát við Lars Olsen, landsliðsvenjara, og landsliðsleikarar, sum fegnir vilja vaska 0 6 tapið í Wien av sær. Sigfríður Clementsen, fótbóltsprofessari, og Teitur Joensen, ítróttarskrivari, hava altíð fingurin á pulsinum í føroyska fótbóltsheiminum, og teir koma í útvarpsstovuna við sínum gullkornum. Í sendingini hitta vit eisini fyrrverandi landsliðsvenjaran Brian Kerr. U 21 landsliðið spælir eisini í kvøld. Føroyar taka á heimavølli ímóti Rumenia. Vit hava hitt venjara og leikarar. Eitt nú greiðir Rene Shaki Joensen frá, hvussu hann hevur havt tað í turbolentu Brøndby tíðini, har felagið var hótt av húsagangi og niðurflyting. Rene er komin av við skaðan hjá sær, og nú vil hann vinna sær fast pláss á Brøndby liðnum. Vikuskiftissendingin byrjar aftan á tíðindini klokkan 16.00, og vit hita upp til klokkan 18.00 Dysturin millum Írland og Føroyar verður beinleiðis í bæði sjónvarpi og útvarpi. Sjónvarpið byrjar at senda klokkan 19.35 og útvarpið byrjar klokkan 19.30. Dysturin byrjar klokkan 19.45. Arbeiðið at byggja út frystigoymsluna hjá Varðanum Pelagic á havnalagnum á Tvøroyri gongur væl. Bygningurin verður reistur mánadagin, sigur Ólavur Bjarkhamar, virkisleiðari. Sambært tíðarætlanini skal frysitigoymslan verða liðug at taka ímóti fiski 15. juli. Arbeiðið hevur gingið so mikið væl, at teir eru framman fyri tíðarætlanina, sigur virksleiðarin. Tað er MTV byggivirkið, sum stendur fyri arbeiðinum. Útlendskir greinarar og íleggjarar, sum millum annað hava sett nógvar pengar í Bakkafrost, skilja væl, at føroyskir myndugleikar hava sett mark fyri, hvussu nógv, útlendingar kunnu eiga í alivinnuni. Íslendski útflutningurin av botnfiski kann geva 750 milliónir krónur meira næsta ár, nú íslendskir fiskifrøðingar halda tað vera ráðiligt at fiska meiri tosk, hýsu og upsa næsta fiskiár. Tilmælið um toskakvotuna næsta ár er 215.000 tons, knappliga tíggju prosent meira enn í ár. Hýsukvotan verður 38.000 tons, 2.000 tons meira enn í ár, og upsakvotan verður 57.000 tons, 7.000 tons meira enn í ár. Eisini meiri sild Eisini er ráðiligt at fiska meiri sild, hóast yvir 50.000 tons av sild doyðu av sjúku í einum íslendskum fjørði í fjør. Sildakvotan er sett at vera 87.000 tons, hon hækkar 20.000 tons. Hinvegin er óvist, hvussu verður við lodnuni næsta ár. Næsta vetur verður forboðið at koyra við summardekkum í hálku, uttan so at ketur eru á hjólunum á trekk akslinum. Tað sigur ein broyting í kunngerðini um dekk, sum Innlendismálaráðið hevur sent til hoyringar. Vetrardekk Sambært broytingini skulu bilar vera skøddir eftir, hvussu førið er, frá 1.desember til 30.april. Tá hálka er, er ikki loyvt at koyra við summardekkum, uttan so at akfarið er skøtt við ketum á hjólunum á trekk akslinum. Í staðin fyri summardekk og ketur ber til at brúka vetrardekk, sum eru merkt MS Mud and Snow ella píkadekk, sigur Innlendismálaráðið. Landsstýrið sat í góðveðrinum í gjár á Hotel Hafnia og viðgjørdi heildarætlanina um fólkaflyting og fólkavøkstur, sum ein arbeiðsbólkur handaði landsstýrinum í apríl. Á evnisdegnum vóru evnini útbúgving, skattaviðurskifti og útlendingaøkið til viðgerðar. Semja er um, at á útbúgvingarøkinum skal hyggjast at, hvussu fleiri lærlingapláss kunnu fáast til vega, bæði hjá tí almenna og hjá tí privata. Og so ætlar landsstýrið eisini at samskifta við vinnuna um, hvussu fleiri hægri útbúgvingar kunnu mennast, sum nøkta tørvin hjá vinnulívinum og birta undir nýskapan. Landsstýrið er eisini samt um, at høgi lønarskatturin er ein avbjóðing fyri samfelagið. Fíggjarmálaráðið er tí farið undir at greina, hvørjir møguleikar eru at lætta um trýstið á inntøkuskattinum. Á útlendingaøkinum fer landsstýrið nú at hyggja at markinum fyri arbeiðsmegi úr ES og útlendingalógini. Endamálið er at taka burtur forðingar, sum føroyingar við útlendskum maka møta, tá tey flyta heim. Tá skúlin byrjar aftur aftan á summarfrítíðina, verður ein flokkur við átta næmingum, ið bera autistiska brekið Asperger, í studentaskúlanum í Hoydølum. Fimm dreingir og tríggjar gentur eru tikin inn á almennu leiðina á hugbreytini, sum er gamla málsliga deildin á studentaskúlanum. 12 umsóknir komu til henda serflokkin, og átta næmingar fingu játtandi svar. Tey eru 18 til 23 ára gomul, og tey eru tikin inn eftir somu fakligu treytum sum hinir næmingarnir, sigur Kristianna Mortansdóttir, verkætlanarleiðari og lestrarvegleiðari í Hoydølum. Tá næmingar við Asperger syndromi skulu takast inn á miðnámsútbúgvingina, verður ein heildarmeting gjørd av næminginum umframt at mett verður um fakliga stigið. Næmingarnir í serflokkinum koma inn á eina útbúgving á jøvnum stigi við allar aðrar næmingar í Hoydølum, men av tí at tað bert er ein flokkur við átta næmingum, hevur møguleiki hjá teimum at velja sjálvi verið avmarkaður. Óvist er, um fleiri næmingar verða tiknir inn næsta ár, men Kristianna Mortansdóttir vónar, at hetta tilboðið er komið fyri at vera, tí tørvurin er stórur. Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum. Vinnukærunevndin hevur staðfest avgerðina hjá Jarðfeingi at loyva SEV at seta vindmyllur upp í Húshaga, upplýsir SEV. SEV fer nú at gera sáttmála við mylluframleiðaran, Enercon, um 13 vindmyllur, og hildið verður fram við upprunaligu byggiætlanini. Men kærumálið hevur seinkað ætlanini so mikið, at myllurnar kunnu ikki setast í rakstur fyrr enn næsta summar. Myllurnar verða gjørdar í desember og settar upp næsta vár, men fyrireikingarnar eins og vegurin til myllurnar og undirstøði verða gjørd beinan vegin. SEV fer eisini at menna løðipartin, sum er ein verkætlan í sjálvum sær. SEV sigur, at kærumálið hevur havt við sær, at SEV noyðist at rokna størri oljunýtslu, men hesum er ikki lagt upp fyri ín fíggjarætlanini í ár. Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum. Í summar leggja 10 ferðamannaskip at í Norðhavnini í Klaksvík. Síðani havnin varð gjørd, er stórur dentur lagdur á at marknaðarføra Norðhavnina til ferðamannaskip og fiskiskip. Meinhard Petersen, havnastjóri í Klaksvík sigur, at talið av ferðamannaskipum, sum vitja í Norðhavnini, økist ár um ár, og í ár vitja 10 ferðamannaskip í Norðhavnini. Norðhavnin er djúp, og har er eisini gott at leggja at, og ferðamannaskipini eru væl nøgd við umstøðurnar, siga umboðsstovurnar hjá ferðamannaskipunum. Nobelheiðurslønarvinnarin og andstøðuleiðarin, Aung San Suu Kyi, ætlar at gerast forseti í Burma, og hon stillar upp til forsetavalið í 2015. Hesum boðaði hon frá á einum aljóða búskaparfundi í Burma, sum eisini er kent undir navninum Myanmar. Eg stevni eftir forsetasessinum. Sigi eg nakað annað, lúgvi eg, sigur Suu Kyi. 67 ára gamli andstøðuleiðarin, sum sat í húsavarðhaldi í 15 ár, kann ikki gerast forseti undir galdandi grundlóg, sum hernaðarjuntan gjørdi í 2008. Orsøkin er, at hon var gift við einum útlendingi. Flokkurin, sum Suu Kyi er formaður fyri, Tjóðskaparligi demokratiski flokkurin, roynir at broyta grundlógina. Suu Kyi varð latin leys eftir valið í 2010, og í fjør varð hon vald í tjóðartingið. Forsetin í Burma, Thein San, sum eisini er við á búskaparfundinum, hevur lovað nýskipanir í landinum. Mentamálanevndin í Tórshavnar kommunu hevur samtykt at taka undir við skipanaruppskoti til nýggjan musikkskúla í Havn, sum verður í økinum í Sordudíki, millum Norðurlandahúsið og Sundsvegin. Grundgevingin fyri at staðseta nýggja musikkskúlan í hesum øki er, at tað eru fleiri møguleikar fyri samstarvi millum Norðurlandahúsið, Musikkskúlan og Kringvarpshúsið um hølir og annað. ætlanin er at bjóða byggingina út um ársskiftið, og gongst sum ætlað, verður nýggi musikkskúlin í Havn klárur at taka í nýtslu við skúlaársbyrjan 2015. Millum 600 og 800 ungdómar ganga í musikkskúlanum í Havn, og fleiri standa á bíðilista. Tey, sum hava hug á festinum í Famará, hava nú ein mánað at skriva umsóknina og senda Búnaðarstovuna hana. Festið er lýst leyst at søkja, og freistin er til 5.juli. Sambært taxatións protokollini ber festið 80 áseyðir. 25 áseyðir fylgja við festinum. Festið við ástandandi bygningum, millum annað sethúsi, verður yvirtikið í verandi støðu og standi. Avtala er gjørd við røktaran á festinum, at hann røktar og tekur í heyst. Sambært lýsingini er festið seks jarðarlutir, góðir 190.000 fermetrar innangarðs, og fýra merkur, níggju gyllin og tíggju og hálvt skinn uttangarðs. Umsøkjarar skulu hava minst tvey ára arbeiðsroyndir í landbúnaði. Minsta kravið er harafturat antin hálvt ár á landbúnaðarskúla uttanlands ella á landbúnaðarskeiði í føroysku kvøldskúlaskipanini, sum Búnaðarstovan hevur góðkent sum nøktandi útbúgving til festi uttan mjólkneyt. Festarin í Famará skal búgva í Suðuroynni. Nólsoyggin verður ein royndaroyggj fyri rottutilbúgving. Bergur Olsen, fuglafrøðingur á Havstovuni, hevur gjørt eitt uppskot um rottutilbúgving fyri at verja drunnhvítastovnin í Nólsoy. Tórshavnar kommuna skal nú viðgera og taka støðu til uppskotið. Uppskotið um rottutilbúgving er gjørt á slíkan hátt, at tað kann tillagast og eisini brúkast í øðrum rottufríum oyggjum. Sambært uppskotinum verður servandi rottuhundurin í Nólsoynni partur av rottutilbúgvingini. Tað sigur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, í svari til Bjørt Samuelsen, løgtingskvinnu. Í uppskotinum um rottutilbúgvingarætlan eru bæði passiv og aktiv rottufyribyrging. Ein skipað rottutýning verður sett í verk alt fyri eitt, um rotta verður staðfest í oyggjum, har sum eingin rotta hevur verið. Higartil er eitur lagt út í Nólsoynni, hvørja ferð rotta er sædd har. Tað var eisini fyri at verja drunnhvítastovnin, at landsstýrismaðurin játtaði stuðul til at keypa og fóðra rottuhundin, sum er í Nólsoynni. Og tað kemur ikki upp á tal at avlíva hundin, sigur landsstýrismaðurin. Sambært Umhvørvisstovuni eru 11 oyggjar í Føroyum rottufríar. Landsstýrismaðurin ætlar at fyribyrgja, at rotta kemur í Nólsoynna, Skúvoynna og Mykines, sum eru RAMSAR oyggjar. Tær hava fingið altjóða viðurkenning sum serstakar fuglaoyggjar. Og byrjað verður í Nólsoynni. Øll røktarheimini brúktu fleiri pengar enn tey fingu játtaðar í fjør. Einki røktarheim helt játtanina. Men hjá nógvum var meirnýtslan tó minni enn tvey prosent av játtanini. Tvey røktarheim hava samrakstur við sjúkrahúsini, og hjá teimum fer meirnýtslan til sjúkrahúsini. Neyðugt hevur verið at tillaga virksemið eftir samtykta játtanarkarminum seinastu árini. Tað hava øll røktarheimini ikki megnað nóg væl. Hjá nøkrum ellis og røktarheimum er talan um óvanligar útreiðslur, sum ikki bar til at leggja upp fyri í fíggjarætlanini hjá heimunum. Tað upplýsir Annika Olsen, landsstýriskvinna, í svari til Jónu Mortensen, løgtingskvinnu. Sambært Almannaverkinum er neyðugt at spara 6,2 milliónir krónur á eldraøkinum í ár, skal játtanin halda. Kundi ikki góðtaka sparingar Landsstýriskvinnan kundi ikki góðtaka allar sparingarnar. Almannaverkið metti so, at tað kostar 4,1 milliónir krónur at tryggja, at grundleggjandi tænastustøðið í minst møguligan mun verður ávirkað, tá neyðugar tillagingar skulu gerast í rakstrinum. Landsstýriskvinna bað síðani um, og løgtingið játtaði 4,1 millión. Um eina viku skal Annika Olsen svara 23 spurningum um eldraøkið frá Trivnaðarnevndini hjá løgtinginum, sum hevur biðið um samráð. Landsstýrið ætlar framvegis, at kommunurnar skulu yvirtaka eldraøkið um stívliga hálvt ár. Tí er eldraøkið ikki við í fíggjarlógini fyri 2014. Næsta náttarrenningin hjá Bragdinum fer av bakkastokki Mentanarnáttina. Í fjør royndu supermotionistarnir í Bragdinum at skipa fyri náttarrenning, og tiltakið var so mikið væl eydnað, at roynt verður aftur í ár. Renningin er ikki bert fyri limir í Bragdinum, men fyri øll sum hava hug at uppliva Havnina øðrvísi, um tey so renna ella ganga. Tvær rutur eru at velja ímillum, tann styttra er 4 km og tann longra er 8 kilometrar. Øll byrja og enda á sama stað, við Lindbergshúsið, har Skyn heldur til. Komin á mál, er frukt og vatn at fáa. Stórur áhugi er at geva nýggja røktarheiminum í Klaksvík navn. Mánadagin var freistin úti at senda uppskot til navnakappingina, sum Klaksvíkar kommuna skrivaði út. Tilsamans 44 uppskot eru komin um navn, skrivar Norðlýsið. Ein dómsnevnd fer nú at taka støðu til uppskotini, og væntandi verður navnið avdúkað seinni í hesum mánaðinum. Nýggja røktarheimið í Klaksvík verður eftir ætlan liðugt seinni í summar. Orð stendur móti orði í stríðnum um, hvør hevur rætt at búgva á garðinum í Fámará. Bjørn Patursson, stjóri á Búnaðarstovuni, hevur verið í Fámará og givið Jóhan Dalsgaard boð um, at hann og húski hansara skulu flyta haðani skjótast til ber. Men Jóhan Dalsgaard sigur, at hann ætlar sær ongan veg. Eingin avtala Bjørn á Heygum, advokatur, sigur, at eingin avtala er gjørd við Jóhan Dalsgaard, og tí hevur hann ongan løgfrøðiligan rætt at búgva í Fámará. Búnaðarstovan hevur sostatt heimild at biðja Johan Dalsgaard fara á dyr, sigur Bjørn á Heygum. Men advokaturin hjá Jóhan Dalsgaard, Thorkild Høyer, sigur hinvegin, at ein avtala er við Jóhan, tí uppsitarin, ið umboðar Búnaðarstovuna, hevur givið honum loyvi at búigva í Fámará, til nýggjur festari hevur tkið við. Skjalprógvað avtala Avtalan er skjalprógvað við eini video upptøku, og hon er bindandi, hóast hon bara er munnlig, sigur Thorkild Høyer. Jóhan Dalsgaard hevur nú lagt video upptøkuna á Youtube. Sí hana her. Komandi altjóða kappingin hjá føroyskum svimjarum verður í Barcelona frá 11 12 juni. Um hugt verður eftir startlistanum sæst,at Pál Joensen liggur til gull í 400 metur frísvimjing. Startlistin til 400 m. frí 1. Pál Joensen Føroyar 3.47.36 2. Devon . Brown Suðurafrika 3.49.16 3. Yohsuke Miyamoto Japan 3.49.21 4. Martin Grodzki Týskland 3.50.00 5. Tim Wallburger Týskland 3.50.50 6. Sergiy Frolov Ukraina 3.50.63 Óli Mortensen og Alvi Hjelm luttaka eisini í 400 m frísvimjingini. Teir eri á ávíkavist 29. og 30. plássi á startlistanum við tíðunum 4.02.44 og 4.03.14 Føroysku svimjararnir sum luttaka í kappingini eru hesir Markus Joensen, Poula Ø. Mohr, Óli Mortensen og Bartal Hestoy úr Havnar Svimjifelagi Birita Debes og Alvi Hjelm úr Ægir Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag. Magnus Jákupsson luttekur fyri sítt danska felag, MK 31. Svimjing.com skrivar, at av tí at kappingin er á sera høgum støði, við luttøku av nøkrum av heimsins bestu svimjarum, so hava føroyingarnir, Pál Joensen tó undantikin, trupult við at koma upp úr niðaru helvt á startlistanum. Men tó so liggur Bartal Hestoy til eitt 12. pláss av 22 í 200 bringu, Birita Debes til eitt 19. pláss av 34 í 100 rygg og eitt 16. pláss av 28 í 50 rygg. Magnus Jákupsson liggur til eitt 11. pláss av 29 í 200 rygg, eitt 18. pláss av 36 í 100 rygg, eitt 8. pláss av 48 í 100 firvald, og eitt 10. pláss av 31 í 50 firvald. Enn er ógreitt, hví eini sethús á Sandi brunnu í grund í gjárkvøldið. Tveir brunaserfrøðingar hjá løgregluni eru á veg til Sands at kanna eldsbrunan. Kyknaði í kjallaranum Um seks tíðina í gjárkvøldið fekk løgreglan fráboðan um, at eldur var í einum húsum á Sandi. Eldurin kyknaði í kjallaranum og breiddi seg skjótt. Tá sløkkilið í Sandoynni kom á staðið, var eldur so mikið stórur, at húsini kundu ikki bjargast, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn. Tað tók hálvan triðja tíma at sløkkja eldin, men tá vóru tey brunnu í grund. Eingin fólkaskaði var í sambandi við eldsbrunan á Sandi. Síðst í mai fekk Gibraltar limaskap í UEFA. Nú heldur Grønland seg eisini hava rætt til at blíva viðurkent sum sjálvstøðug fótbóltstjóð. Tað sigur formaðurin í grønlendska fótbóltssambandinum, Lars Lundblad við Politikken. Vit vænta, at vit eisini skjótt fáa limaskap. Tað hevur stóran týdning fyri okkum. Fótbóltur er størsta ítróttargreinin í Grønlandi, okkurt um 5000 fólk spæla fótbólt. Limaskapur í UEFA og FIFA er einasti møguleiki fyri, at vit sleppa at luttaka í stórum altjóða kappingum, sigur Lars Lundblad við Politikken. Politikken hevur tosað við formannin fyri Danska fótbóltssambandið, Allan Hansen, sum eisini situr í UEFA nevnd, og hann sigur stutt og greitt, at hann væntar ikki, at Grønland fær limaskap í UEFA. Varðin í Gøtu hevur keypt nótaskipið Christian hjá samtakinum Christian í Grótinum í Klaksvík. Skipið hevur fingið navnið Høgiklettur. Tað skrivar skipsportalurin. Christian kom í flotan í 2011 keyptur úr Noregi fyri 37 milliónir norskar krónur. Høgiklettur skal arbeiða saman við hinum skipunum í makrelfiskiskapinum í summar, har ætlanin er at nýta pumpuskipanina, sum Varðin hevur ment. Íløga í dygd Sambært heimasíðuni hjá Varðanum er keypið ein íløga í betri dygd. Pumpuskipanin gevur nógv betri góðsku á fiskinum, tí fiskurin er feskari og betri handfarin, enn tá trolað verður á vanligan hátt. Vanliga er tað nóg mikið við tveimum skipum, tá partrolað verður, men í fiskiskapinum við pumpuskipanini krevst eitt skip afturat, sum pumpar og førir til lands. Høgiklettur verður tó ikki klárur til fiskiskap fyrr enn um einar tvær vikur, tí hann skal málast, og onkrar smáar ábøtur skulu eisini gerast. Áhugi er ímillum línuskip at royna eydnuna á Flemish Cap. Í gjárkvøldið fór línuskipið Váðasteinur av Havnini og setti kós ímóti Ný Foundlandi. Sunnukvøldið fór Kambur nýggjan túr til Ný Foundlands. Teir fingu uppí skipið fyrra túrin, eftir at hava roynt í fimm samdøgur. Teir høvdu um 250.000 pund. Næstseinasta leygarkvøld fóru línuskipini Stapin og Kvikk til Ný Foundlands. Teir eru um at byrja fiskiskap har yviri. Arbeiðið upp á nýggju farstøðina á flogvøllinum gongur eftir ætlan, og súlurnar verða nú stoyptar. Betongarbeiðið í bygningunum er komið væl áleiðis, stálarbeiðið er byrjað, og fyrstu takkonstrtuksjónirnar eru settar upp á fyrstu garasjubygningunum. Standiplássini til flogfør, eins og jørð og leiðingsarbeiðið við bygningarnar er um at vera liðugt. Eftir ætlan verður farstøðin avhendað í mai næsta ár, upplýsir Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn. Umframt Vága Floghavn fer ein partur av umsitingini hjá Atlantsflogi at húsast í nýggja tænastubygninginum. Eisini løgreglan fer at halda til har. Í farstøðini verða matstøð og taxfree søla. Harumframt fara Taks, ferðavinnan. bilútleigarar og onnur at húsast í farstøðini Uppsjóvarfiskurin eigur framvegis tveir triðingar av øllum tí, sum føroyingar fiska. Í fjør fiskaðu føroysk skip 360.000 tons. Tveir triðingar, 230.000 tons vóru uppsjóvarfiskur og nærum helvtin av tí, 107.000 tons, makrelur. Tað skrivar Hagstovan á sínari heimasíðu. Heildarveiðan er minkað nógv. Fyri tíggju árum síðani var hon 620.000 tons. Tá var tað svartkjafturin, sum vigaði mest. Ferðafólk, sum koma úr Føroyum til Kastrup, sleppa undan serligum trygdareftirliti og øðrum forðingum, sum ES fyrireikaði. Tað lukkaðist danska ferðslustýrinum í evstu løtu at sannføra ES um, at ikki er neyðugt at krevja størri trygdareftirlit við flogferðsluni í danska ríkinum. Tá ES fólk vóru á eftirlitsferð á flogvøllinum í Billund í fjør, varnaðust tey, at ferðafólk úr Føroyum vórðu viðfarin sum ES borgarar, hóast Føroyar ikki eru í ES. Ikki nóg trygt Trupulleikin er, sambært ES, at fólk úr triðja londum sum Føroyum ikki mugu koma í bland við ferðafólk úr ES londum í fráfaringarhøllini. Tað skal ikki vera nóg trygt. Hvørki Føroyar ella Grønland eru í ES, men Danmark er. Tí var vandi fyri, ES fór at seta serlig krøv til ferðafólk, sum flúgva millum londini í ríkinum. Til dømis kundi ein avleiðing verða, at ikki fór at bera til at skriva viðførið inn allan vegin, tá fólk flúgva úr Føroyum um Kastrup til onnur lond. Men sambært grønlendska kringvarpinum, KNR, eydnaðist danska ferðslustýrinum í fundi í Brússel í síðstu viku at sannføra ES um, at slíkt eyka trygdareftirlit er óneyðugt viðvíkjandi Føroyum og Grønlandi. Men áðrenn tað verður endaliga staðfest, sendir ES fólk at kanna flogvallirnar í Kangerlussuaq og Vágum. Listafólk eiga at fáa samsýning fyri at hava listaverk við á framsýning. Tað stendur í uppskoti um kunngerð, sum hevur heimild í nýggju lógini um upphavsrætt, sum kom í gildi fyri einum mánað síðani. Tey, sum hava listaverk á framsýningum, eiga at fáa pengar fyri tað, og tann, sum skipar fyri framsýningini, skal rinda felagsskapi, sum umboðar listafólkini, pengarnar. Felagsskapurin avroknar síðani við listafólkið, sendur í uppskotinum tiil kunngerð. Kyndil hevur gjørt avtalu við Sophus Dal Christiansen og Andreas F. Hansen um, at teir báðir venja besta kvinnuliðið hjá Kyndli. Seinastu trý árini hevur Geir Wardum staðið á odda fyri liðnum, men hann ynskti ikki at halda fram, og tí skuldu nýggjar venjarakreftir taka við liðnum Sophus Dal Christiansen og Andreas F. Hansen eru báðir útbúnir hondbóltsvenjarar og hava drúgvar royndir sum spælarar á besta mansliðnum hjá Kyndli. Sophus vandi kvinnurnar hjá Kyndli, tá tær seinast vunnu FM í 1998 og 1999. Andreas F. Hansen hevur seinastu átta árini verið altjóða dómari saman við Eyðuni Samuelsen, men teir hava báðir gjørt av at gevast við dømingini. Eitt bretskt blað skrivar, at ognir hjá fyrrverandi libyska einaræðisharranum, Gadaffi, fyri nærum seks milliardir krónur eru funnin í Suðurafrika. Hildið verður, at Gadaffi fjaldi stórar peningaupphæddir, umframt gull og gimsteinar í Suðurafrika. Libyskir granskarar hava havt fund við stjórnarembætismenn í Suðurafrika, fyri at fáa greiðu á, hvussu ognirnar kunnu sendast aftur til Libya, skrivar The Sunday Times. Ognirnar eru funnar í fýra ymsum bankum og tveimum tryggingarfeløgum, skrivar blaðið. 460 milliardir krónur. Hóast stór virði eru funnin í Suðurafrika, so er verri enn so alt funnið, tí hildið verður, at Gaddafi krógvaði ognir fyri einar 460 millardir krónur uttanlands. Umboð fyri libysku stjórnina hava havt fund við suðurafrikanska forsetan, fíggjarmálaráðharran og løgmálaráðharran. Ein talsmaður fyri suðurafrikansku stjórnina sigur, at myndugleikarnir eru í ferð við at kanna libysku krøvini. Gadaffi varð dripin í oktober í 2011, eftir at hava verið einaræðisharri í Libya í fleiri enn 40 ár. Karolina Hansen úr Klaksvík var tann hepna, sum koyrdi bilin, ið varð skrásettur sum nummar fimm milliónir í Norðoyatunlinum. Hon fekk ein kubba við 40 túrum og blómutyssi, Eisini fekk hon eitt gávukort. Karolina var á veg at vitja dóttrina í Klaksvík, og saman skuldu tær ørindi í Havn. 700.000 akfør í meðal Norðoyatunnilin læt upp fyri ferðslu 29. apríl í 2006. Sostatt hava fleiri enn 700.000 akfør í meðal koyrt í tunlinum um árið. Fyrsta árið frá apríl til desember koyrdu fleiri enn 450.000 akfør gjøfnum tunnilin. Í fjør koyrdu 747.000. Tá ferjusamband var um Leirvíksfjørð vórðu millum 100.000 og 120.000 akfør flutt um fjørðin. Í bæði Klaksvík og Runavík fara tey nú at byggja vardar íbúðir til fólk við skerdum førleika. Landsstýriskvinnan í almannamálum, Annika Olsen, fer í dag at seta spakan í til tveir bygningar í Klaksvík og Runavík til fólk við skerdum førleika. Pláss verður fyri 10 16 vardum bústøðum í hvørjum. Klokkan 11 fer Annika Olsen at loysa fyrsta flagið við Mylnutún 1 í Klaksvík, har eisini borgarstjórin, Jógvan Skorheim verður hjástaddur og heldur røðu. Aftaná er opið hús á kommunuskrivstovuni, har fólk kunnu fáa kunning um verkætlanina við vardum bústøðum. Í Runavík Og klokkan 13 fer Annika Olsen víðari við spakanum. Tá fer hon at seta hann í flagið oman fyri Rúnarveg í Runavík. Eisini í Runavík verður borgarstjórin, Magnus Rasmussen hjástaddur og heldur røðu. Aftaná kunnu fólk fara inn í skúlan við Løkin at fáa kunning um verkætlanina. Stórur tørvur er á vardum bústøðum til fólk við skerdum førleika. Hetta hevur politiski myndugleikin ásannað. Tí hevur Annika Olsen gjørt av at steðga ætlanini at keypa vanlig sethús, men í staðin at byggja nýggjar íbúðir til endamálið, sigur Landsverk í tíðindaskrivi. Samlaði kostnaðurin fyri hvørja verkætlan sær er mettur at vera góðar 16,5 milliónir krónur. Pláss verður fyri 10 16 búfólkum í hvørjum stað. Sambært tíðarætlanini skal arbeiðið verður liðugt á heysti næsta ár. Gadus hevur gjørt ein roktúr, og er á veg heim við 740 tonsum av flaki. Hetta er besti túrurin hjá Gadusi, síðani JFK keypti hann. Norðlýsið skrivar at Gadus fór henda túrin 6. mai, so teir hava bert verið burturi í 28 dagar gamal, nú teir sigla heimvið fullari last. Tað tók trolaranum bert 23 dagar at fiska uppí. Grundlógaravhoyring var í Føroya rætti í gjárkvøldið. Løgreglan fer nú at kanna málið nærri fyri at fáa greiðu á, hvat tað var, sum hendi, og vitni skuklu avhoyrast. Sambært løgregluni er 19 ára gamli maðurin ákærdur fyri serliga grovan og vandamiklan harðskap. Tað var um trý tíðina leygarnáttina, at at maðurin stakk tann 21 ára gamla mannin við knívi. Tilburðurin fór fram í Sverrisgøtu, millum kaf eacute 22, sum er gamla Tórshøll, og valhøl, sum er á horninum við Sverrisgøtu og Tórsgøtu. Maðurin, sum stakk, var ávirkaður av rúsdrekka. Maðurin, sum varð stungin, varð fluttur á Landssjúkrahúsið, men hann er nú útskrivaður. Helle Thorning Schmidt, forsætisráðharri, verður ikki tann einasti danski topppolitikarin, sum verður í Føroyum um slakar tríggjar vikur. Hon kemur til Føroya á almenna vitjan 18.juni. Men dagin fyri kemur formansskapurin í fólkatinginum til Føroya at vitja formansskapin í løgtinginum. Fara heimaftur sama dag Mogens Lykketoft er formaður í fólkatinginum. Hini í formansskapinum eru Bertel Haarder, Pia Kjærsgaard, Camilla Hersson og Anne Baastrup. Formansskapurin í fólkatinginum er í Føroyum annað hvørt summar, og formansskapurin í løgtinginum vitjar fólkatingið annað hvørt summar. Danski formansskapurin fer aftur til Danmarkar sama dagin sum Helle Thorning Schmidt fer heim aftur, 20.juni. Høgni Joensen heldur fram sum skúlastjóri í Skúlanum við Løgmannabreyt. Tað hevur landsstýrismaðurin í mentamálum gjørt av í dag. Hann hevur sett Høgna Joensen í fast starv sum skúlastjóri frá 1.august at rokna. Høgni Joensen, sum er 58 ára gamal, hevur seinastu fimm árini verið áramálssettur skúlastjóri í skúlanum. Løgtingið eigur at verða kallað saman alt fyri eitt at viðgera eldraøkið og loysa støðuna, sum har er. Tað sigur Tjóðveldi í fráboðan til landsstýrið, samgonguna og løgtingsformannin. Men løgtingsformaðurin hevur onga áheitan fingið um at kalla tingið saman. Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, vísir til grein 13 í stýriskipanarlógini. Hon sigur, at formaðurin hevur skyldu til at boða til fundar uttan óneyðuga dvøl, tá í minsta lagi tveir fimtingar av tingmonnum ella løgmaður skrivliga biðja um tingfund við dagsskrá. Tveir fimtingar krevjast Tveir fimtingar av tingfólkunum eru 13,2. Í andstøðuni eru 14 fólk, so taka hini uttan fyri samgonguna undir við Tjóðveldi, kunnu tey fáa tingið saman nú fyri ólavsøku. Í morgin, 1.juni, verða sparingar settar í verk í eldrarøktini, hóast løgtingið játtaði góðar fýra milliónir aftrat til málsøkið í ár. Enn er ógreitt, hvussu eykajáttanin verður brúkt. Andstøðan mælti til at lata størri eykajáttan, men tað vildi samgongan ikki. Umhvørvisstovan hevur nú góðkent spillivatnsætlanina hjá Sunda kommunu. Í spillivatnskunngerðini er ásett, at allar kommunur skulu fáa spillivatnsviðurskiftini í rætt lag innan 2015. Í fyrstu spillivatnsætlanini hjá Sunda kommunu bleiv upplýst, at kommunan av fíggjarligum ávum, ikki megnaði at blíva liðug innan 2015, og tí kundi Umhvørvisstovan ikki góðkenna spillivatnsætlanina hjá kommununi. Men nú eitt ár er liðið, hevur Sunda kommuna gjørt nýggjar raðfestingar og broytingar í spillivatnsætlanini soleiðis, at kommunan nú fær øll síni spillivatnsviðurskifti í rætt lag innan 2015. Tískil kann Umhvørvisstovan góðkenna spillivatnsætlanina hjá Sunda kommunu. Nú hava 23 av 30 kommunum góðkenda spillivatnsætlan. Fyri at kunna brúka tær tíggju milliónirnar, sum løgtingið setti av til nýggja innkomuvegin til Havnina í ár, hevur býráðið í Havn samtykt, hvussu tað vil hava arbeiðið at halda fram. Býráðið hevur samtykt at mæla til at brúka pengarnar at gera íbindingina við Sundsvegin, og halda fram við vegagerðini vestur eftir frá brúnni um Hoydalsá móti Krákugjógv. Býráðið fer at mæla Landsverki til, at frá næsta ári skal arbeiðast eystureftir, og bindast skal í Kaldsbaksvegin, áðrenn hildið verður fram eystureftir, so samband fæst millum Kaldbaksvegin og Sundsvegin. Eisini tunnil Býráðið vil eisini hava, at vegurin, frá á leið við vatnbrunnarnar við Villingardalsvegin, til Hotel Føroyar, verður lagdur í tunnil, sum landið rindar og ger sum part av landsvegnum. Ósemja hevur leingi verið millum kommununa og landið um, hvussu arbeiðið skal gerast liðugt. Vegurin, sum er landsvegur millum Hjalla og Krákugjógv, varð stungin út fyri 20 árum síðani, og hann hevur nú ligið í hálvum gekki í nøkur ár. Ósemjan er millum annað um, hvussu nógvar vegir, kommunan kann binda í landsvegin. Brúkaraumboðið viðgjørdi 157 mál í fjør. 46 mál vórðu afturvíst. Av teimum 157 málunum í fjør vóru 92 kærur. Hini vóru fyrispurningar og forhandarmetingar. Tað eru ikki bara vanligir brúkarar, sum venda sær til Brúkaraumboðið. Í fjør komu 63 mál frá vinnurekandi. Tann 1.september í fjør tók Rannvá Ragnarsdóttir við sum Brúkaraumboð. Sama dag flutti stovnurin úr Vági til Havnar, og er nú á Skálatrøð, har fleiri onnur eftirlit halda til. Innlendismálaráðið góðtekur, at Tórshavnar kommuna selur jørð fyri ein fermetraprís, sum er lægri enn marknaðarprísurin, og uttan at lendið er boðið út alment frammanundan. Kommunan seldi Bústøðum eitt grundøki á Óðinshædd fyri 156 krónur fermeturin. Nú hevur býráðið samtykt at selja Bústøðum tvær ferðir 900 fermetrar Yviri við Strond fyri 156 krónur fermeturin. Bústaðir hava framíhjárætt í tvey ár at keypa stykkini. Bústaðir ætla at byggja leiguíbúðir á stykkjunum. Sambært Innlendismálaráðnum eru 156 krónu. niðan fyri marknaðarprísin á byggilendi.Tað fekk býráðið at vita fyrr í ár, tá Bústaðir keyptu á Óðinshædd. Innlendismálaráðið segði eisini, at tað var í lagi at selja, hóast ogn hjá kommununi ikki kann seljast uttan at hon fyrst hevur verið boðin út alment. I kki neyðugt at bjóða út Men undantøk eru í kommunustýrislógini, bæði viðvíkjandi tí og fermetraprísinum, og tey undantøkini brúkar Innlendismálaráðið. At selja til Bústaðir er tað sama sum at selja til landsmyndugleikar. Tá er ikki neyðugt at bjóða út alment. Viðvíkandi prísinum sigur Innlendismálaráðið, at kommunan hevur eitt ávíst rásarúm at áseta prísin. Kommunan hevur ein ítøkiligan sakligan kommunalan áhuga í at stuðla endamálinum við byggingini og við teimum fortreytum, at Tórshavnar kommuna tryggjar sær, at kommunali áhugin verður røktur í samband við søluna til Bústaðir, hevur Innlendismálaráðið ongar viðmerkingar um prísin, sigur Innlendismálaráðið. Atfinningarnar, sum verið hava ati avgerðini hjá býráðnum í Havn at keypa frá BankNordik, flutti ongan í býráðnum. Tórshavnar býráð samtykti aftur einmælt í gjárkvøldið at keypa bygningarnar í Niels Finsensgøtu og Húsagøtu frá BankNordik fyri 92 milliónirkrónur. Býráðið samtykti eisini keypið einmælt á fundi fyri læstum hurðum fyri góðum tveimum vikum síðani. 52 milliónir av teimum 92 falla til gjaldingar í ár. Hinar 40 milliónirnar skal BankNordik hava fingið í seinasta lagi nýggjársaftan í 2017. Selja bygningar Býráðið samtykti, at tær 52 milliónirnar skulu finnast við at umfíggja avdráttir, við at selja bygningar hjá kommununi og við avlopi av verkætlanum, sum er mett at verða 16 milliónir. Hinar 40 milliónirnar fara í íløgukarmin fyri 2014 og 2015. Millum annað er ætlanin, at teir fýra kommunulæknarnir, sum nú eru í leigaðum hølum í Berjabrekku og á Frúutrøð, skulu flyta í høvuðssætið hjá BankNordik í Húsagøtu, og har skal eisini vera miðstøð fyri barnatannrøktina, ætlar býráðið. Tað var umleið klokan 23.40 í gjárkvøldið at tveir bilar rendu saman í Kaldbakstunlinum. Tann 40 ára gamli maðurin, sum doyð,i var einsamallur í øðrum bilinum. Í hinum bilinum vóru tveir persóna,r sum fingu smærri snuddir, og teir eru farnir á skaðastovuna á Landssjúkrahúsinum til kanningar. Av politistøðini í Havn frætta vit frá vakthavandi at talan er um tveir bilar sum hava stoytt saman. Vanlukkan er álvarslig, men vakthavandi sigur at tey í løtuni ikki kunnu siga meir, tí ikki er greitt hvussu støðan er. Sambært keldum sum Kringvarpið hevur verið í samband við eru fleiri sjúkrabilar á staðnum, og teir hava verið har í eina góða løtu. Fyrst vildi Føroya Tele hava onnur at reka tíðindaportalin, portal.fo, fyri seg, men nú er hann settur til sølu. Fyri góðum mánaði síðani bjóðaði Føroya Tele øðrum at reka Portalin. Fimm tilboð komu inn, sum hava verið til viðgerðar síðani 1. mai, men nú hevur føroyski telefonrisin hálsað um og boðið teimum, sum góvu tilboð, at keypa Portalin heldur enn bara at reka hann. Hetta gera vit, tí vit hava fingið tveir ítøkiligar fyrispurningar, sigur Jan Mortensen, privatkundastjóri í Føroya Tele Ikki nýggj ætlan ætlanin at selja Portalin er ikki nýliga komin upp, sigur Jan Mortensen . Hann sigur, at fyri rætta prísin er tað væl hugsandi, at Føroya Tele fer at selja Portalin. Og tann prísurin er í minsta lagi fimm milliónir krónur Avgerðin, um Portalurin verður seldur, ella boðin einum at reka, verður tikin í næstu viku. Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum. Landið lá eisini framvið at keypa bygningin hjá BankNordik í miðbýnum í Havn, men hevði ikki ráð at bjóða ímóti Tórshavnar kommunu, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður. Kommunan keypti ognirnar hjá BankNordik í miðbýnum fyri 52 milliónir krónur og bygningin í Húsagøtu fyri 40 milliónir, ella tilsamans 92 milliónir krónur. Landið bjóðaði 45 milliónir fyri bygningin í miðbýnum, men hevði ikki áhuga at keypa bankabygningin oman fyri SMS. ætlanin var at savna landsumsitingina so tætt við løgtingið sum gjørligt, men veruligar samráðingar vóru ongantíð við BankNordik, sigur løgmaður. Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum. Fýra fakfeløg, sum hava starvsfólk á røktarheimum, mótmæla nú sparitiltøkunum, sum verða sett í verk 1. juni. Sparitiltøkini eru skilaleys. Tað er ábyrgdarleyst at skerja starvsfólkatalið á búeindunum, sama hvørjar vaktir talan er um. Tað er óvirðiligt fyri búfólkini, og fer uttan iva at seta starvsfólk í ørkymlaðar tvístøður, har tey ikki kunnu hjálpa fólki. Hetta gongur ímóti øllum etiskum leiðreglum inan fakini, siga Heilsurøktarafelagið, Eroterapeutfelagið, Fysioterapeutfelagið og Heilsuhjálparafelagið í mótmælisskrivinum. Vanlukkuligt Feløgini siga, at sparitiltøkini hava eisini við sær, at terapeutar verða annaðhvørt fluttir ella spardir burtur. Hetta er vanlukkuligt og rakar bæði bú og starvsfólk sera meint. Har eingin terapeutur er, verður lítil og eingin venjing, avleiðingin fer at gera røktina enn tyngri. Tey fýra feløgini siga, at fráboðaðu sparitiltøkini eru í fullkomnari andsøgn við politisku ætlanina um, at arbeiðast skal við rehabilitering, so fólk kunnu verða meiri sjálvstøðug og hava eitt meiri innhaldsríkt lív. Helle Thorning Schmidt, forsætisráðharri, kemur á almenna vitjan í Føroyum í næsta mánaði. Løgmaður hevur boðið henni til Føroya, og vitjanin verður frá 18. til 20. juni. Hetta er fyrsta vitjanin hjá Helle Thorning Schmidt í Føroyum sum forsætisráðharri Føroyar, Grønland og Danmark fara at leggja trýst á Kanada um at varðveita sínar tríggjar sessir í Arktiska ráðnum. Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, í svari til Høgna Hoydal, formann í Tjóðveldi, sum hevur spurt um málið. Løgmaður sigur, at stutt undan fundinum í Kiruna herfyri vóru ábendingar um, at Kanada, sum tekur við formanssessinum í Arktiska ráðnum, hevur somu áskoðan sum Svøríki, og at øll trý londini í danska ríkisfelagsskapinum skulu ikki javnbjóðis umboðan í ráðnum. Avleiðingin av hesum verður, at felags sendinevndin á embætismannastigi einans fær tveir sessir næstu tvey árini. Leggja trýst á Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at Føroyar, Grønland og Danmark eru samd um at leggja trýst á Kanada um at broyta hesa støðu fyri fyrsta fundin á embætismannastigi í heyst, og arbeitt verður við hesum í løtuni. Eisini er semja um at tillaga mannagongdirnar innanhýsis í felags sendinevndini soleiðis, at býtið millum øll trý londini verður javnari, tá orðið verður ført á fundinum. Løgmaður sigur, hann í næstum fer at boða Uttanlandsnevndini til fundar um málið. Grønlendingar hava tikið avleiðingar av støðuni og boykotta í løtuni arbeiðið í Arktiska ráðnum, men Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at tað er betri at vera við og koma til orðanna við hini londini ráðnum, enn at sita heima og mótmæla. 1. juni noyðast tey, sum nýta mestan heilivág, at gjalda meiri Tilskotsreglurnar í heilsutrygdarlógini eru broyttar soleiðis, at nú fara børn og ung, yngri enn 18 ár, ikki at rinda egingjald. Undan broytingini rindaðu tey í mesta lagi 1295 krónur um árið. Men afturfyri fara tey, sum keypa heilivág fyri meiri enn 4.000 krónur um árið, sjálvi at gjalda 25 prosent av keypinum, sum er millum 4000 og 5300 krónur. Tað merkir, at hækkingin verður í mesta lagi 325 krónur um árið, sigur Heilsutrygd. Hjá teimum, sum keypa tilskotsheimilaðan heilivág fyri 4000 krónur ella minni, verður eingin broyting, og persónar, sum eru fyltir 67 ár, verða ikki ávirkaðir av broytingini. . Broyttu gjøldini Nýggi tilskotsstigin fyri fólk í aldrinum 18 til 67 ár, fer tann 1. juni at síggja soleiðis út. Heilsutrygd rindar einki, um útreiðslurnar innan fyri eitt ár eru undir 500 krónur. Heilsutrygd rindar 40 av útreiðslunum, sum eru yvir 500 krónur, og upp til 1000 krónur. Heilsutrygd rindar 60 av útreiðslunum, sum eru omanfyri 1000 krónur, og upp til 2000 krónur. Heilsutrygd rindar 75 av útreiðslunum, sum eru omanfyri 2000 krónur, og upp til 5300 krónur. Heilsutrygd rindar 100 av útreiðslunum, sum eru omanfyri 5300 krónur FM signalið hjá útvarpinum kann í løtum vera óstøðugt. Trupulleikin er, at signalið gleppur í løtum. Arbeitt verður upp á at rætta brekið. Útvarpið fer at siga beinleiðis frá dystinum millum KÍ og EB Streym í kvøld. Dysturin byrjar klokkan 18.00, og beinleiðis frásøgnin byrjar, tá tíðindini eru liðug. Frásøgumaður er Leivur Frederiksen. Í samband við at Fótbóltssamband Føroya stuðlaði feløgunum, ið vóru umboðaði í Effodeildini í 2012, við tilsamans 100.000 krónum, høvdu umboð fyri hini feløgini ynski um, at FSF javnstillaði feløgini, og veittu feløgunum, sum ikki spældu í fremstu deildini í fjør, ein stuðul á 10.000 krónur í part. Málið var fyri á starvsnevndarfundi 13. mai, og tá bleiv samtykt, at stuðla feløgunum, ið ikki luttóku í Effodeildini í 2012 við 7.500 krónum í part. Feløgini, ið fáa henda stuðul, eru AB, 07 Vestur, Skála, B71, Undrið FF, Giza, FC Hoyvík, MB og Royn. Manningarfeløgini og reiðaríni hjá skipum, sum skulu rinda tilfeingisgjald fyri sild og makrel, halda fram við samráðingunum. Manningarfeløgini vilja ikki góðtaka, at manningarnar skulu vera við til at gjalda 75 oyru fyri kg av makreli og 35 oyru fyri kg av sild í tilfeingisgjaldi. Avgjaldið skal skipið rinda, siga feløgini. Heimaflotin skal ikki rinda tilfeingisgjald, men tað skulu nótaskipini, ídnaðarskipini, flakatrolararnir og rækjuskipini. Partarnir eru ikki komnir á mál við samráðingunum, og teir skulu hittast aftur at tosa um viðurskiftini. Eingin dagur er kortini ásettur til næsta samráðingarfund. Vinnumálaráðið ivast nú í, um tað er rætt at gera mun á skipara og dekkara, tá talan er um endurgjald í sambandi við skipbrot. Í eini kunngerð, sum Vinnumálaráðið herfyri sendi til hoyringar, var ætlanin, at skiparin skal fáa nærum dupult so nógv í endurgjaldi sum dekkarin, um skipið søkkur, eldur kemur í ella sjórænararar koma umborð. Talan er um endurgjald fyri ognarlutir í samband við skipbrot. Reiðarafelagið fyri Farmaskip, sum hevur havt uppskotið til kunngerðina til hoyringar, undrast á, at endurgjaldið verður gjørt upp eftir tignini hjá sjófólkunum. Eftir donskum leisti Anna Borg Dahl, ráðgevi í Vinnumálaráðnum, sigur, at uppskotið til kunngerð er gjørt eftir sama leisti sum danska kunngerðin. Á donsku skipunum verður munur gjørdur á eftir tignini. Hon sigur, at nú hoyringarfreistin er farin, fer Vinnumálaráðið at viðgera viðmerkingarnar, sum eru komnar til uppskotið. Málið er sostatt ikki liðugt viðgjørt enn, og tí kann tað vera, at reglurnar verða broyttar, áðrenn kunngerðin verður lýst í kunngerðarblaðnum. Vinnumálaráðið umhugsar at áseta endurgjaldsupphæddina til tað sama fyri øll, sigur Anna Borg Dahl, ráðgevi í Vinnumálaráðnum. Altjóða sáttmáli Uppskotið til kunngerð um endurgjald fyri ognarlutir í sambandi við skipbrot er ein liður í at seta í verk altjóða sáttmálan frá altjóða arbeiðarastovninum, ILO. Sáttmálin kallast Maritime Labour Convention og er ein samanskriving av eldri ILO sáttmálum. Sáttmálin kemur í gildi 20. august í ár, og løgtingið samtykti í 2011, at hann eisini skal fevna um Føroyar. Fiskimálaráðið vil hava longri freist at svara partafelagnum Lírabergi, sum hevur stevnt eftir endurgjaldi fyri mista inntøku. Fiskimálaráðið skuldi svara í gjár, men sleppur í staðin at svara um fýra vikur. Partafelagið Líraberg hevur stevnt Fiskimálaráðnum eftir endurgjaldi fyri mista inntøku av makrelfiskiskapinum í fjør. Kravið er tilsamans 750.000 krónur, fyri bátin og teir tríggjar menninar, sum eru við bátinum. Sjófeli fekk ongan makrel Eisini verður kravt, at Fiskimálaráðið verður dømt at viðganga, at tað var skeivt, at samtakið Sjófeli, ikki fekk lut í makrelfiskiskapinum í fjør. 108 útróðrarbátar vóru í samtakinum Sjófeli, sum ikki fekk atgongd til makrelveiðuna í fjør, tí sambært uppgerðini hjá Fiskiveiðueftirlitinum fiskaði tann bólkurin ongan makrel, hóast teir halda seg eiga rætt til sín part av tilfeinginum Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum. Heilsumálaráðið fer nú at bjóða 40 áhugabólkum og fakfeløgum á fund við landsstýrismannin at umrøða nýggju heilsunýskipanina. Karsten Hansen, landsstýrismaður, sigur, at endamálið er at fáa ítøkilig íkast til arbeiðið við heilsunýskipanini, sum hevur til endamáls at fáa eitt samanhangandi heilsuverk, ið setur borgaran í miðdepilin. Fyribyrging og aftur fyribyrging Nýskipanin snýr seg um fyribyrging og aftur fyribyrging. Tá fólk kortini gerast sjúk, skal røtt viðgerð fyribyrgja, at tey gerast so illa fyri, at tey noyðast á sjúrahús. Og í triðja lagi skulu vit fyribyrgja, at tey, ið verða noydd at fáa viðgerð á sjúkrahúsi, verða innløgd aftur eftir lidna viðgerð, sigur Karsten Hansen. Fundurin við áhugabólkarnar og fakfeløgini verður í juni, og harafturat fer at bera til hjá øllum at skriva sínar viðmerkingar um heilsunýskipanina á heimasíðuna hjá Heilsumálaráðnum. Í september verður nýskipanin løgd fyri tingið til aðalorðaskfti. Sama, hvat Vinnumálaráðið sigur um partabrævahandilin millum Eik og Marine Harvest, sleppur Bakkafrost ikki at keypa partabrøv í Marine Harvest Faroes, sum norska alifyritøkan Marine Harvest nú eigur 100 prosent. Marine Harvest boðaði í farna mánaði Vinnumálaráðnum frá, at felagið hevði brúkt forkeypsrættin og keypt tey 27 prosentini í føroyska dótturfelagnum, sum Eik seldi. Frammanundan hevði Bakkafrost boðað frá, at Eik og Bakkafrost høvdu gjørt avtalu um, at Bakkafrost keypti partabrøvini fyri 54 milliónir krónur. Men Marine Harvest gjørdi forkeypsrættin galdandi, og eigur nú føroyska felagið, alt sum tað er. I kki góðkent handilin Vinnumálaráðið hevur tó ikki góðkent handilin, og hevur ikki tikið støðu til, um tað ber til, at Marine Harvest einsamalt eigur eitt alifelag í Føroyum eftir at alilógin varð broytt í fjør. Útvarpið skilur, at sama, hvør niðurstøðan hjá Vinnumálaráðnum verður, sleppur Bakkafrost ikki fram at partabrøvunum í Marine Harvest Faroes. Feløgini eru kappingarneytar. I kki seld Bakkafrosti Um Vinnumálaráðið kemur til ta niðurstøðu, at Marine Harvest ikki kann eiga tey 27 prosentini í felagnum í Føroyum, verða tey seld, men tey verða, sum skilst, ikki seld Bakkafrosti. Marine Harvest átti 73 prosent í Marine Harvest Faroes, áðrenn alilógin varð broytt og setti 20 prosent sum hámark fyri útlendskum eigaraskapi í føroysku alivinnuni. Vinnumálaráðið hevur ikki fingið umsóknina um eigaraskiftið í partafelagnum Marine Harvest Faroes, og hevur tí ikki tikið støðu til partabrævahandilin. Tá Bakkafrost kunngjørdi roknskapin fyri fyrsta ársfjórðing í ár, boðaði felagið frá, at tað gjørdi avtalu um at keypa 27 prosent í føroysku alifyritøkuni Marine Harvest Faroes. Eik seldi síni 27 prosent í Marine Harvest Faroes. Prísurin var 54 milliónir krónur. Boðað varð frá handlinum í apríl. Men norski meirilutaeigarin, Marine Harvest, gjørdi sín forkeypsrætt galdandi, og vildi hava tey 27 prosentini aftur at teimum 73, sum felagið átti frammanundan. Sambært Vinnumálaráðnum er hetta í stríð við alilóggávuna, segði Bakkafrost eisini í sínum tíðindaskrivi 22.mai, og væntar Bakkafrost tí, at hetta kemur í rættlag. Men Vinnumálaráðið hevur ikki tikið støðu til, um partabrævahandilin er í stríð við alilóggávuna, sum síðani hon varð broytt í fjør, bara loyvir útlendingum at eiga í mesta lagi 20 prosent í føroyskum alifeløgum. Hava ikki fingið umsóknina Sørin Pram Sørensen, leiðandi løgfrøðingur í Vinnumálaráðnum, sigur við Útvarpið, at ráðið hevur ikki fingið umsóknina frá Marine Harvest enn, og hevur tí heldur ikki tikið støðu til spurningin.Vinnumálaráðið skal góðkenna partabrævahandilin. Nýggja alilógin hevur reglur um undantaksloyvi. Marine Harvest átti tey 73 prosentini í føroyska felagnum, áðrenn lógin varð broytt, og kann tí framvegis eiga tey. Men um norska felagið kann leggja 27 prosent aftur at, nú lógin er broytt, og hámarkið er 20 prosent, er ein løgfrøðiligur spurningur, sum verður viðgjørdur í Vinnumálaráðnum, tá umsóknin er komin, sigur Sørin Pram Sørensen. Millum annað, um undantaksloyvi kann latast. Aftur í ár ber til at fylgja við á internetinum, hvussu lundarnir trívast í 14 lundareiðrum í Skúvoynni, og hvussu nógvur lundi er í lundalandinum. Lundareiðrini eru øll sama slag og bygd úr plastikkrørum. Í hvørjum reiðri stendur eitt kamera við sambandi til eina teldu, sum varðveitir upptøkurnar, skrivar Havstovan á heimasíðuni. Í 2010 og 2011 vurpu ávikavist sjey og átta lundar, men teir rýmdu frá eggunum, áðrenn nøkur pisa kom út. Seinasta summar vurpu 12 lundar, og seks pisur komu út, men tær fyrstu fimm doyðu, tá tær vóru um eina viku gamlar. Tann sætta pisan kláraði tað, og varð floygd 12. september, sum er ein heilur mánaður seinni enn vanligt. Havstovan hevur í mong ár kannað støðuna hjá sjófuglinum. Slakar tvær milliónir pør av sjófugli eiga í Føroyum. Tá ið ungfuglurin er roknaður við, eru eini fimm milliónir fuglar undir Føroyum á sumri og harafturat koma so pisurnar. Allur hesin fuglur fær sína føði úr sjónum, og er tí ein partur av vistskipanini í havinum. Ein betri vitan, um hvussu sjófuglurin trívist, er tí eisini ein betri vitan um, hvussu stendur til í havumhvørvinum, sigur Havstovan. Rentan á lánunum úr Búnaðargrunninum kann vera upp í 20 prosent lægri enn meðalrentan hjá peningastovnunum fyri samsvarandi lán. Tað sigur kunngerðin um Búnaðargrunnin, sum kom í gildi 1.mai. Afturgjaldstíðin er upp í 25 ár fyri lán til fasta ogn, og upp í 10 ár fyri onnur lán, Men treytirnar fyri lán, sum gamli Jarðargrunnurin læt, verða tó ikki broyttar eftir nýggju kunngerðini. Tá Búnaðargrunnurin letur lán, skal hann, sambært kunngerðini, tryggja sær, at lánið verður brúkt til ætlaða endamálið. Búnaðarstovan formligur keypari Búnaðargrunnurin kann læna pengar til at keypa búnaðarjørð, tá er Búnaðarstovan kortini formligur keypari, til ábøtur, velting og nýdyrking av búnaðarjørð og vegargerð í tí sambandi og til seyðahús, rættir og fjós. Grunnurin kann lata upp í helvtina av tí, sum íløgan kostar. Gjaldsevnini hjá lántakarum verða roknað við støði í úrslitinum fyri rentur og avskrivingar og roknaðari løn til festara og møguligan hjúnafelaga. Jógvan Martin Olsen gevst sum venjari í Víkingi, tá hetta kappingarárið er liðugt. Tað váttar fyrrverandi landsliðsvenjarin fyri Norðlýsinum. Seinastu dagarnar er komið fram, at Nes kommuna hevur sett Jógvan Martin Olsen, sum eisini er útbúgvin elektrikari, í starv sum umsjónarmann fyri ítróttarøkið á Svangaskarði. Uppgávan verður at samskipa alt virksemi á ítróttarøkinum, sum Nes kommuna fyrr í ár yvirtók frá Tofta Ítróttarfelag fyri lániskuldina, sum var 2,5 milliónir krónur. Parttíðarstarv Jógvan Martin Olsen byrjar í parttíðarsatarvi á Svangaskrði og tekur við fulla tíð, tá fótbóltskappingin endar í heyst. Hetta merkir so eisini, at hann ikki ætlar sær at vera venjari komandi ár. Við Norðlýsið sigur Jógvan Martin Olsen, at avgerðin at søkja og taka við starvinum sum umsjónarmaður fyri ítróttarøkið á Svangaskarið er grundað á eitt ynski um at halda frí frá fótbóltinum, og hava ein eitt sindur øðrvísi vinkul uppá gerandisdagin, sum hann málber seg. Hetta skal ikki síggjast sum eitt farvæl til venjarastarvið. Men í 2014 verði eg ikki venjari í nøkrum felagi ella í nakrari deild, sigur Jógvan Martin Olsen við Norðlýsið. Níggju umsóknir vóru til starvið sum umsjónarmaður á Svangaskarði. Munur er á fólki, sum manna skip, og ikki bara á lønarlistanum. Sambært einari kunngerð, sum er á veg úr Vinnumálaráðnum, fær skiparin næstan dupult so nógv í endurgjaldi enn dekkarin, um skipið søkkur, eldur kemur í tað, ella sjórænarar koma umborð. Sambært uppskotinum um kunngerðina fær skiparin 44.700 krónur í endurgjaldi og dekkarin 24.700 krónur. Maskinfólk og onnur á brúnni fáa eisini meira enn tey á dekkinum, ávikavist 37.000 og 28.700 krónur. Reiðarafelag undrast Reiðarafelagið fyri farmaskip, sum hevur havt uppskotið um kunngerðina til hoyringar, undrast á, at endurgjald fyri tap ella skaðar á ognarlutir hjá manningin verður gjørt upp eftir tignini hjá sjófólkunum. Sambært kunngerðini rindar reiðarin ella arbeiðsgevarin hjá sjófólkunum endurgjaldið. Endurgjaldið verður latið fyri ognarlutir sum teldur, bøkur og klæði. Kunngerðin, sum kemur í gildi 20.august í ár, verður ikki galdandi fyri fiskiskip. 14 ára gamla Krista Mørkøre, ið svimur við gir og ÍSB, luttekur í stóru kappingini, Altjóða týska meistarakappingin fyri svimjarar við breki, IDM í Berlin. Krista hevur higartil vunnið 4 bronsuheiðursmerki. Eitt av teimum vann hon í 400m frí, í kapping fyri vaksin. 46 tjóðir ðir eru umboðaðar í kappingini. Krista venur miðvíst fram ímóti at røkka kravtíðinum til Paralympisku leikirnar í Rio í 2016. IDM er eitt týdningarmikið stig á leiðini. Framgongdin hjá norska lágprísfelagnum, Norwegian, er so stór, at tað er ikki óvist, at Noregian verður størsta flogfelag í Norðurlondum longu um fimm ár. Tað siga serfrøðingar í loftferðslumálum, sambært danska kringvarpinum. Síðani Norwegian fór á veingirnar í 2008, eftir at Sterling var farið á húsagang, er norska felagið vaksið 450 prosent á danska marknaðinum. Í løtuni er Norwegian á øðrum plássi í Danmark, í hølunum á SAS. SAS varðveitir oddasessin Eingin ivi er um, at Norwegian fer fram um SAS í Norðurlondum um fimm ár, tí felagið kann bjóða fleiri sessir enn SAS, men SAS fer kortini at varðveita oddasessin í Danmark, hóast munurin minkar, sigur Ole Kirchert Christensen, stjóri í Travel Broker Nordic, við danska kringvarpið. Travel Broker Nordic rekur virksemi, ið hevur samband við ferðavinnuna. Jacob Pedersen, greinari í Sydbank, er bjartskygdari enn Ole Kirchert Christensen. Hann heldur, at Norwegian fer at fáa SAS í Norðurlondum aftur longu um fýra ár, men av tí at SAS hevur flogfør, sum hóska betur til innanríkisflúgving í Danmark, varðveitir SAS oddasessin í Danmark, sigur hann. 30 milliónir ferðafólk Sambært eini uppgerð hjá Airline Network News and Analysis eru lágprísfeløgini Easy Jet og Ryanair á ávikvist triðja og fjórðaplássi á danska marknaðinum. Væntandi fer ferðafólkatalið í donskum floghavnum upp um 30 milliónir í ár. Tryggingarfelagið Trygd lækkar nú eisini síni tryggingargjøld 20 prosent. Fyri løtu síðani kunngjørdi Trygd, at prísirnir á tryggingum fyri akfør, sethús og innbúgv hjá privatkundum lækka 20 prosent 1. juli. Fyrr í dag boðaði Tryggingarfelagið Føroyar frá, at tað lækkar síni tryggingargjøld 20 prosent, eisini 1. juli. Vit hava altíð kappast, og tí hava vit eisini altíð havt eitt vakið eyga við útreiðslustýringini, við atliti at kappingarførinum. Tí eru vit eisini til reiðar at standa okkum í kappingini um føroysku tryggingartakararnar nú, sigur Janus Thomsen, stjóri í Trygd, í tíðindaskrivi. Trygd er partur av Bank Nordik samtakinum. Danir hava nógv størri álit á Lars Løkke Rasmussen sum forsætisráðharra enn Helle Thorning Schmidt. Tað vísir ein nýggj meiningakanning, sum onkur hevur gjørt fyri netportalin Altinget. 18,8 prosent av veljarunum siga seg styðja Helle Thorning Schmidt sum forsætisráðharra. Hetta er lægsta undirtøkan, síðani hon gjørdist forkvinna í danska javnaðarflokkinum í august 2006. Støðugt minni undirtøka Undirtøkan er minkað støðugt, síðani hon gjørdist forsætisráðharri í september 2011. Tá var undirtøkan 24,4 prosent. Nú taka bara 18,8 prosent av veljarrunum undirt við Helle Thorning Schmidt sum forsætisráðharra. Lars Løkke Rasmussen fær stuðul frá 43,3 prosentum av veljarunum. Vinstriflokkurin, sum Lars Løkke Rasmussen er formaður fyri, stendur seg eisini best í meiningakanningunum, og hevði vunnið ein greiðan sigur, var val í Danmark nú. Føroyska ynskið um at fáa eina fríhandilssáttmála við Russland er á skránni, tá russiski sendiharrin í Keypmannahavn, Mikhail Vanin, kemur á vitjan í morgin. Sendiharrin fer at hava fundir við uttanríkistænastuna og løgmann, og har verður føroyska ynskið um fríhandilssáttmála eisini umrøtt. Mikhail Vanin fer harumframt at hitta Johan Dahl, landstýrismann í vinnumálum, og Jacob Vestergaard, landsstýrismann í fiskivinnumálum. Hann fer eisini at hitta umboð fyri føroyskt vinnulív. Ferðin hjá russiska sendiharranum endar fríggjadagin. Framgongd er í danska búskapinum, og grundarlag er fyri varisligum bjartskygni. Tað segði Margrethe Vestager, búskaparráðharri, tá hon legði búskaparfrágreiðing sína fram fyrrapartin. Mett verður, at bruttotjóðarúrtøkan veksur eitt hálvt prosent í ár og 1,6 prosent næsta ár. Tað eru 0,2 prosentstig lægri enn metingarnar, sum vórðu gjørdar í apríl. Rentan er framvegis lág, og tað hevur týdning fyri tey, sum hava bústaðir, og eisini fyri arbeiðsplássini, sigur Margrethe Vestager. Færri arbeiðsleys Og glottar eru á arbeiðsmarknaðinum, sigur stjórnin Útlitini eru, at gongdin vendir í ár, sigur búskaparráðharrin. Margrethe Vestager sigur, at nýskipanirnar, sum bæði undanfarna og henda stjórnin hava sett í verk, hava havt týdning fyri støðuna á arbeiðsmarknaðinum. Stjórnin væntar, at arbeiðsloysið minkar í ár úr 162.000 fólkum niður í 154.000. Seinnapartin fer Vinnukærunevndin at viðgera kæruna um vindmyllurnar í Húsahaga. Nú eru fýra mánaðir farnir, síðani Jarðfeingi gav einum felagi, sum SEV og Magn ætla at stovna, loyvi til at seta upp 13 vindmyllur í Húsahaga í Suðurstreymi. Smápartafelagið Vindrøkt, sum eisini søkti um loyvið, kærdi avgerðina hjá Jarðfeingi til Vinnukærunevndina. Vinnukærunevndin skal á fundinum í dag koma til eina niðurstøðu í málinum. Roknast kann við at niðurstøðan verður almenn seinni í hesi vikuni. Pedagogfelagið fer at siga sáttmálan upp 1. juli at fara úr gildi 1. oktober. Enn er ov tíðliga at siga, hvørji ítøkiligu krøvini hjá Pedagogfelagnum verða til nýggja sáttmálan, men forkvinnan, Maud Wang Hansen, sigur, at áhaldandi fólkaflytingin fer at standa ovarlaga á breddanum. Gongdin má vendast, tí annars verður endin, at samfelagið søkkur saman. Okkara lutur er at tryggja so góðar karmar, so pedagogar og hjálparfólk trívast í Føroyum og ikki rýma, sigur Maud Wang Hansen. Tað er torført at fáa fulltíðarstarv, og tað kenna vit eisini væl frá okkara sáttmálaøki. Slík viðurskifti eru við til at halda kvinnum í einum láglønarbólki, við lítlari eftirløn á ellisárum eisini, sigur forkvinnan í Pedagogfelagnum. Arbeiðstíðarreglur Pedagogfelagið umhugsar eisini at siga upp arbeiðstíðarreglurnar, sum semja varð gjørd um við tað almenna í 2008. Arbeiðstíðarreglurnar liggja uttan fyri sjálvan sáttmálan. Tað er ikki vist, at Pedagogfelagið fer at samráðast við land og kommunur samstundis hesaferð. Tað kunnu vera fyrimunir at samráðast við báðar partar í senn, men vit hava sanniliga eisini sæð vansar. Eitt nú hava vit sæð, at hevur tað gingið væl at samráðast við annan partin, so hevur hin havt lyndi til at seta kílar í. Eisini er stórur munur á fakøkjum serstovnar og dagstovnar sum hoyra undir ávikavist land og kommunur, sigur Maud Wang Hansen. Tryggingarfelagið Føroyar lækkar prísin á fleiri privattryggingum 20 prosent tann 1. juli Høvuðsorsøkin til príslækkingina eru fáu skaðarnir seinastu árini. Tað heldur felagið skal koma tryggingartakarunum til góðar. Prísirnir lækka 20 prosent á akfars , sethúsa og innbúgvstryggingum til privatkundar 1. juli . Felagið fremur lækkingina, so tryggingartakararnir skulu einki sjálvir gera fyri at fáa bíligari tryggingarkostnað. Tað merkir, at ongar serliga treytir ella krøv eru knýtt at príslækkingini. Príslækkingin er galdandi fyri verandi, og nýggjar kundar. Spara 3000 krónur um árið Fyri eina miðal føroyska familju, sum til dømis hevur skrokktryggjað tveir vanligar bilar, eini miðalstór hús og innbúgvið fyri 700.000 krónur, kann príslækkingin hava við sær, at spardar verða meiri enn 3.000 krónur um árið. Orsøkin til príslækkingina er, at færri skaðar hava verið seinastu árini. Úrslitið hjá felagnum hevur verið betri enn væntað, og tí hevur felagið gjørt av, at góðu úrslitini skula koma tryggingartakarunum til góðar. Umframt príslækkingina, sum er 20 prosent, er avsláttarskipanin framvegis í gildi, sum gevur avsláttur upp í 32 prosent, um fólk hava bæði tryggingar og eftirløn í Betri Pensjón. Fleiri nýggj nøvn eru at síggja á A landsliðnum, sum landsliðsvenjarin, Lars Olsen tók út í dag. 19 ára gamli Ari Mohr Jónsson úr Silkeborg, Páll Klettskarð úr KÍ og Heini Vatnsdal úr HB kunnu fáa sín fyrsta A landsdyst. Hesir eru úttiknir til landsdystirnar móti Írlandi og Svøríki, sum verða spældir 7.juni og 11.juni Málverjar Gunnar Nielsen, Silkeborg Hans Jørgensen, HB Teitur Gestson, HB Verja Ári Mohr Jónsson, Silkeborg Jóhan Troest Davidsen, HB Jónhard Fredriksberg, NSÍ Jónas Tór Næs, Valur Poul Johannus Justinussen, NSÍ Atli Gregersen, Víkingur Viljormur Davidsen, Jerv Rógvi Baldvinsson, Bryne Miðvøllur Hallur Hansson, AaB Heini Vatnsdal, HB Christian Lamhauge Holst, Silkeborg Atli Danielsen, KÍ Hans Pauli Samuelsen, EB Streymur Súni Olsen, B36 Fróði Benjaminsen, HB Álop Kristian R. Mouritsen, HB Jóan Símun Edmundsson, Viking Stavanger Páll A. Klettskarð, KÍ Símun Samuelsen, HB. EB Streymur kom best frá byrjan við máli frá Hans Paula Samuelsen, tá 30. minuttir vóru spældir. EB Streymur var eisini á odda 1 0 í hálvleikinum. Men seinni hálvleikur var bara fimm minuttir gamal, tá Clayton Soares javnaði fyri ÍF. Eftir hetta var ÍF tætt við at leggja seg á odda, millum annað skallaði Øssur Dalbú á tvørtræið. Men tá 75. minuttir vóru spældir legði Niels Pauli Danielsen EB Streym á odda 2 1. Nógv bendi nú á, at EB Streymur skuldi vinna fjórða dystin á rað, men bara sjey minuttir aftan á javnar Bartal Eliasen við einum skallara eftir hornaspark. Sera undirhaldandi dysturin endaði 2 2. Nýggja bryggjan verður 57 metrar long, og dýpið fram við bryggjuni verður millum 6 og 7 metrar. Tá arbeiðið í september verður avhandað, verður samlaða bryggjulongdin við Sleipistøðina og Kósavirkið einar 360 metrar, og bryggjudýpið verður millum 6 og 9 metrar. Samlaða íløgan er á leið 6,7 milliónir krónur, og parturin, sum Kanjon skal gera, kostar einar 4,3 milliónir krónur. Síðan arbeiðið varð bjóðað út, hava samráðingar verið við Kanjon, sum átti lægsta boðið, og nú sáttmálin er undirskrivaður, kann sjálvt byggiarbeiðið byrja. Landslæknin biður fólk sum fara at ferðast til Saudiarabia, og onnur lond har a leið, eitt nú Katar og Jordan, um at ansa væl eftir einum nýggjum Coronavirusi, sum ger um seg. Sjúkan er eisini staðfest í Onglandi, Týsklandi og Fraklandi, og har er talan um fólk sum nýliga hava verið í arabisku londunum. Landslæknin sigur í tíðindaskrivi, at kommunulæknar, vaktlæknar og heilsustarvsfólk í heilsuverkinum í Føroyum hava fingið kunnin um virusið, og hvussu berast skal at, um tørvur er á tí. Staðfest í 2012 Virusið varð fyrstu ferð staðfest í fjør. Tað líkist tí, ið fyri 10 árum síðani var orsøk til SARS, men nýggja virusið verður ikki mett at smitta líka illa sum SARS. Tó eiga læknar og onnur heilsustarvsfólk eisini fólk, ið ferðast til Saudiarabia og londini í nánd at vera ansin, tí at tað nú er ávíst, at tað smittar frá fólki til fólk, bæði í familjum og á sjúkrahúsum í evropeiskum londum, umframt á arabisku hálvoynni og í londum har um leiðir. Enn er smittukeldan ikki funnin. Virusið hevur arvaeginleikar, ið líkjast virusi hjá flogmúsum, men onnur djór kunna eisini vera orsøkin. Tíðin, frá tí ein er smittaður, og til sjúkueyðkenni vísa seg, verður hildin at vera í mesta lagi 10 dagar, men kann vera longri. Reinføri stóran týdning Dentur verður lagdur á, at smittuvandin fyri fólk, sum ferðast til Saudiarabia og londini har í nánd, verður mettur at vera sera lítil. Ongar avmarkingar fyri ferðing eru settar í verk. Kortini verða fólk sum ferðast til Saudiarabia og londini har í nánd, biðin um at vera ansin viðvíkjandi reinføri, at tey vaska sær um hendurnar ofta, og at tey ikki nerta við djór ella útlát frá djórum, eitt nú spýtt og skarn. Tey sum kunnu gerast sjúk, eru oftast menn á miðjum aldri. Einstakar kvinnur eru vorðnar sjúkar, men eingi børn. Millum fráboðaðu sjúklingarnar hevur deyðatíttleikin verið høgur, 50 prosent. Niðursett verja Landslæknin mælir til, at fólk sum kenna seg sjúk, eftir at hava verið í Saudiarabia ella londum har á leið, eiga at lata seg kanna, eisini um tey seinastu 10 dagarnar hava havt samband við fólk, sum eru sjúk. Og tað eiga fólk sum hava álvarsliga, bráða ígerð í andaleiðini ELLA hava aðra álvarsama ígerð og hava langtíðarsjúku møguliga eisini niðursetta órinsverju, eisini, sigur Landslæknin í tíðindaskrivi. Fiskimálaráðið hevur fingið seks umsóknir um loyvi at hava móttøkuskip til makrel og sild í ár og eina umsókn um flutningsloyvi. P f Thor hevur søkt um loyvi til fýra skip, trý er undir kinesiskum flaggi og eitt er skrásett á Kuba. Skipini eru Kai Li, Kai Yu, Kai Shun og Jose Marti. Skipini kunnu virka tilsamans 670 tons um samdøgrið. Trý av skipunum høvdu móttøkuloyvi í fjør, og tað fjórða hevði fingið forhondstilsøgn um loyvi. Fjord Fishing and Finance hjá Ludvíki við Stein biður um loyvi til tvey skip, Atlantic Orion og An Xing Hai, sum kunnu frysta ávikavist 250 og 240 tons um samdøgrið. Atlantic Orion er skrásett á St.Kitts and Nevis, men russarar eiga skipið. An Xing Hai er undir kinesiskum flaggi, men bretar eiga skipið. Fjord Fishing and Finance hevur gjørt avtalu við seks lemmatrolarar í Suðuroynni um at lata fisk til móttøkuskipini. Vil taka ímóti fiski P f South Pelagic í Vági hevur søkt um loyvi at taka í móti fiski og flyta fiskin til lands. Uttan at nevna nakað navn sigur felagið seg hava eitt nóta og trolskip, sum lastar 1000 tons í kølitangum. South Pelagic keypti í februar Grunnabarð úr Norra. Fiskimálaráðið viðger framvegis allar umsóknirnar og eingin hevur fingið loyvi enn. Hetta verður gjørt í góðum samstarvi við universitet í Danmark, Noregi og Íslandi. Fróðskaparsetrið hevur drúgvar royndir í lóg. Fakið grundskeið í lóg hevur verið partur av bachelor útbúgvingum í 10 ár á søgu og samfelagsdeildini, men nú ber til at taka master útbúgving í lóg. Tað svarar til síðstu tvey árini av kandidatútbúgvingini. Útbúgvingin byrjar í heyst við trimum ymsum skeiðum, sum er nóg mikið til fulltíðar lestur, skrivar Fróðskaparsetrið á sínari heimasíðu. Kommunustýrislimir kunnu ikki seta munnligar fyrispurningar á kommunustýrisfundum. Tí forðar kommunustýrislógin fyri. Tað hevur býráðið í Klaksvík fingið at vita frá Innlendismálaráðnum. Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir, býráðslimur, kom við uppskoti um royndarskipan við munnligum fyrispurningum á býráðsfundum. Men Innlendismálaráðið, sum umsitur kommunumál, segði nei. Tí sambært kommunustýrislógini ber ikki til at fáa mál umrødd á kommunustýrisfundi, sum ikki eru á dagsskránni fyri fundin. Eitt brúkararáð og felags upptøkunevndir. Tað eru tvey átøk, ið skulu tryggja teimum eldru, ið hava tørv á røkt, eina betri tænastu á røktarheimum og sambýlum. Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur sent kunngerð um røktarheim og eldrasambýli til hoyringar. ætlanin hjá landsstýriskvinnuni er, at ein felags upptøkunevnd verður skipað fyri hvørt øki undir heimatænastuni, sum tekur avgerð um upptøku á røktarheimi og eldrasambýli. Brúkararáð Harafturat skal hvør stovnur hava eitt brúkararáð, sum skal tryggja samstarvið millum búfólk, avvarðandi, heimið og kommunurnar. Brúkararáðið kann skipa fyri tiltøkum, sum kunnu gera gerandisdagin hjá búfólkunum meira virknan bæði á stovninum og í lokala felagslívinum. Fyri tey eldru merkir nýggja felags upptøkan, at tað bert verður ein inngongd til búplássini í hvørjum øki. Harvið slepst undan at standa á fleiri bíðilistum, tá tørvur er á einum sambýlis ella røktarheimsplássi, sigur Annika Olsen. Tey, sum vilja sleppa at gera vegin og tunnilin millum Hvannasund og Viðareiði, kunnu nú bjóða seg fram og søkja um undangóðkenning. Sambært Landsverki verður bjóðað til undangóðkenningar, tí byggiharrin, sum er Landsverk, vil tryggja sær, at teir arbeiðsgevarar, sum seinni koma at geva tilboð, megna at átaka sær arbeiðið. Arbeiðið, sum nú er boðið út til undangóðkenningar, er seks kilometrar av landsvegi og tunnilin millum Hvannasund og Middal, sum verður 1940 metrar. Løgtingið hevur játtað 162 milliónir krónur til arbeiðið og at keypa lendi fyri. Arbeiðið skal eftir ætlan byrja næsta ár og vera liðugt í 2017. Eimskip kunngjørdi í gjár roknskapin fyri fyrsta ársfjórðing. Eimskip hevði hálva triðju millión evrur, 18,6 milliónir krónur, í vinningi eftir skatt. Tað er meira enn fýra ferðir meira enn í fyrsta ársfjórðingi í 2012. Ein orsøk til góða úrslitið er farmaflutningurin til Føroya og úr Føroyum. Vøkstur var eisini í farmaflutninginum millum Evropa og Amerika og í Asia. Seinastu átta mánaðirnar hevur arbeitt verið við at umvæla altartalvuna í kirkjuni, og nú er arbeiðið komið so mikið langt, at kirkjuráðið boðar frá, at talvan verður sett upp aftur oman fyri altarið seinast í hesum mánaðinum. Myndin á altartalvuni er reinsað og førd yvir á haldførar plátur, og hetta hevur givið klárari litir. Tá arbeiðið upp á altartalvuna byrjaði, varð eitt stórt arbeiðsgólv gjørt ovarlaga í kirkjuni til endamálið. Hetta timbrið verður nú selt, og tilboðini skulu vera inni áðrenn mikudagin 29. mai klokkan 18. Mánadagin og týsdagin fer Føroya rættur at viðgera málið móti unga manninum, sum í oktober í 2011 koyrdi á nøkur børn á gongubreytini við vegin Millum Gilja í Hoyvík. Maðurin, sum í dag er 20 ára gamal, er ákærdur fyri brot á ferðslulógina og revsilógina. Tað var 18.oktober í 2011, tá tann tá 18 ára gamli bilførarin koyrdi oman eftir vegnum Millum Gilja, tá hann misti tamarhaldið á bilinum. Á gongubreytini vóru 17 børn og trý vaskin úr Býlingshúsinum millum Gilja. Bilurin rakti seks børn, og tveir dreingir annar fimm ár og hin fýra ár fingu álvarsligan skaða. Ákæruvaldið fer at krevja, at maðurin fær fongsulsrevsing, bót og missir koyrikortið. Boðað er eisini frá endurgjaldskrøvum. Løgtingsins umboðsmaður hevur í skrivi til stjóran fyri Almannaverkið biðið um øll viðkomandi skjøl í málinum, herundir millum annað skrivið frá Almannaverkinum til starvsfólkini og fjølmiðlapolitikkin hjá Almannaverkinum. Kringvarp Føroya hevur heitt á Løgtingsins Umboðsmann um at taka málið upp, men í brævinum til Petru hjá Petru Johnsdóttir Joensen, stjóra í Almannaverkinum, ger umboðsmaðurin vart við, at áheitanin frá Kringvarpinum ikki er orsøkin til at málið verður tikið upp. Umboðsmaðurin hevur tikið málið til viðgerðar av egnum ávum, verður sagt. Tað vísa úrslitini frá einum royndartúri, sum Finnur Fríði og Tróndur í Gøtu gjørdu í samráð við Havstovuna. Skipini loystu annan hvítusunnudag. Teir royndu í eitt gott samdøgur, og í gjár landaði Finnur Fríði 130 tons til Varðan Pelagic á Tvøroyri. Andre Hansen, skipari á Finni Fríða sigur, at teir fóru fyrst suður í Bankarennuna, sum er rennan ímillum Føroya Banka og landgrunnin, og síðani royndu teir sunnarlaga á Munkagrunninum. Eitt serligt tov gjørdu teir í samráð við Havstovuna, og tað vísti, at 70 prosent var makrelur, og 30 prosent sild. Annars vísti túrurin, at umleið eins nógv var at síggja av makreli og sild, sigur Andre Hansen. Enn er kortini torført at gera sær nakrar metingar av møguleikunum fyri vertíðina, sum stendur fyri durum, sigur hann. Enn er lítið roynt, og tí mugu fleiri royndir til, fyri at fáa betri vitan, sigur Andre Hansen. Tróndur í Gøtu og Finnur Fríði fara aftur til fiskiskap sum skjótast. Í Danmark var nógvur vindur og tað regnaði illa. Í gjár gjørdi illveðrið so rættuliga um seg í Noreg, har glopraregn var, sum elvdi til vatnflóð fleiri staðni. Í fleiri bygdum og býum var neyðugt at flyta nógv fólk burtur, tá áir fóru uppum áarbakkarnar. Ferðslan er nógv darvað, tí skriðulop hava verið orsøk til, at nógvir vegir og nógvar jarnbreytir eru stongdar. Í fleiri plássum var støðan somikið hættilig, at myndugleikarnir ikki høvdu tamarhald á støðuni. Norska løgreglan boðaði frá, at fólk sum ikki vildu gera eftir boðum, og halda seg uttanfyri girðingar, sum eru settar upp, fingu bót. Týsdagin fekk Marine Harvest steðgað ætlanunum hjá Cermaq leiðsluni at keypa peruanska fóðurframleiðaran Copeinca. Marine Harvest hevur seinastu tíðina keypt partabrøv í Cermaq við einum endamáli, og tað er at steðga keypinum av Copeinca. Og tað eydnaðist at steðga Copeinca ætlanini á hesum sinni við at fáa umleið 37 prosent av partaeigarunum í Cermaq at vraka uppskotið hjá leiðsluni. Í dag hevur Marine Harvest aðalfund, og stutt aftaná at hann er liðugur kemur Marine Harvest við einum nýggjum tilboði. Hesaferð er talan um at heimsins størsta alifyritøka vil gerast enn størri, og vil keypa alt Cermaq. Í løtuni er norski landskassin størsti einstaki eigarin í Cermaq. Marine Harvest hevur aling í fleiri londum, millum annað Noregi, Føroyum, Kanada og Kili. Cermaq hevur aling millum annað í Noregig, Kanada og Kili. Meðan Marine Harvest í Noregi, har føroyingurin Ragnar Joensen er stjóri, er ein týðandi alari, so hevur Cermaq ikki so stóran part av sínum virksemi í Noregi. Cermaq er hinvegin ein stórur alari í Kili, har Marine Harvest hevur verið sera varið seinastu árini. Hóast Marine Harvest eigur nógv loyvir í Kili, so hevur virksemið verið sera lítið. Í hesum sambandi var fundur fríggjadagin millum umboð fyri MFS og amerikonsku sendistovuna í Keypmannahavn. Á fundinum greiddi føroysku umboðini frá um felagið hjá teimum lesandi, og um støðuna annars hjá føroyum og føroyingum á útbúgvingarøkinum. Umboðini fyri amerikansku sendistovumna vístu áhuga, ikki bara fyri útbúgvingarmøguleikum og samstarvi, men eisini fyri føroyskari mentan. Og áhugi er fyri at styrkja sambandið við Føroyar. Millum annað er amerikanska sendistovan sinnað at taka lut á tiltøkum, sum MFS skipar fyri, skrivar felagið í tíðindaskrivi. Fyrrverandi amerikanska senidkvinnan í Keypmannahavn, Laurie S. Fulton, var í fjør fgestur á ráðstevnu, sum MFS skipaði fyri um júst lestarmøguleikar hjá føroyingum í USA. Teir hava havt rokfiskiskap, og vænta at fara at sigla heim í morgin. Í fyrradagin fekk Kambur um 62.000 pund av toski. Kambur tekur millum 230 og 240.000 pund, og verður gongdin tann sama komandi samdøgrið, sum hon hevur verið, so verður skipið undir lúkurnar í morgin. Kambur byrjaði fiskiskapin á Flemish Cap, hvítusunnuaftan. Uppá land komu 1000 tons færri av toski, góð 4000 tons færri av upsa, meðan 300 tons fleiri av hýsu vórðu fingin uppá land. Havtaskan royndist heldur ikki væl, bara 239 tons vórðu seld fyrstu fýra mánaðirnar, og tað vóru sløk 400 tons færri enn í fjør. Heldur frægari var við svartkalvanum. Seld vórðu 862 tons, góð 300 tons fleiri enn somu tíð í fjør. Samanlagt vórðu avreidd 23.000 tons, fyrstu fýra mánaðirnar, 8.000 tons færri, enn somu tíð í fjør. Virðið var góðar 200 milliónir krónur, umleið 100 milliónir krónur minni enn somu tíð í fjør. Fyrrapartin fara formenninir í Framsóknarflokkinum og Sjálvstæðisflokkinum í Íslandi at undirskriva og almannakunngera samgonguskjalið hjá nýggju íslendsku stjórnini, sum nú verður skipað eftir altingsvalið 27.apríl. Formaðurin í Framsóknarflokkinum, Sigmundur Davíð Gunnlaugsson, verður forsætisráðharri. Bjarni Benediktsson, formaður í Sjálvstæðisflokkinum, verður Fíggjarmálaráðharri. Sambært íslendskum miðlum verða samráðingarnar um íslendskan limaskap í ES steðgaðar og ikki tiknar upp aftur, uttan at tað fyrst er avgjørt á fólkaatkvøðu. Skattaskipanin skal broytast Tilfeingisgjøldini í fiskivinnuni verða broytt, skattaskipanin verður gjørd einfaldari og íslendingar kunnu vænta sær skattalætta. Og hækkingin í meirvirðisgjaldinum á tænastur í ferðavinnuni verður strikað. Níggju ella tíggju ráðharrar vera í nýggju borgaraligu íslendsku ríkisstjórnini, antin fimm úr hvørjum flokki, ella fýra úr Framsóknarflokkinum og fimm úr Sjálvstæðisflokkinum. Teir báðir gomlu flokkarnir í íslendskum politikki, sum nú hava gjørt samgongu, hava stóran meiriluta í altinginum, 38 tingfólk, 19 hvør, av 63. Sigmundur Davíð Gunnlaugsson er 38 ára gamal, og hann er yngsti forsætisráðharri í Íslandi, síðani landið gjørdist sjálvstøðugt í 1944. Tey eru vrakaði tí tey eru ikki egnað at hava avgerandi vald. Orðaskifti tikið seg upp í Grønlandi, um fólk eiga at vísa revsiváttan, áðrenn tey kunnu stilla upp. Tað verður mett sum einasti møguleiki fyri at tryggja, at fólk veruliga eru verd at umboða onnur í politikki, nevndum og ráðum. Seinastu tíðina hevur nógv orðaskifti verið í Grønlandi um valbæri, eftir at ein floksformaður ikki slapp at sita í landstinginum eftir landstingsvalið. Og nú er tað sama galdandi, tá talan er um kommunuval og val til meinigheitsráðini. Tí mæla fleiri til, at fólk sum ætla sær at stilla upp, skulu vísa revsiváttan, áðrenn tey sleppa á lista. Eiga at hugsa seg um Valbærisnevndin hevur hesuferð vrakað sjey fólkavald umboð. Talan er um stuldur, svik ella rúsdrekkakoyring. Men eisini er eitt mál um kynsliga misnýtslu av barni. Grønlendski biskupurin, Sofie Petersen, sum sjálv er limur í valbærisnevndini sigur við grønlendska útvarpið, at vanliga hevur eingin trupulleiki verið av fólkum sum stilla upp til meinigheitsráðini, men hesuferð er talan um tvey álvarslig mál, sum forða fólkum at vera í ráðunum, sigur biskupurin. Fólk sum ætla sær at stilla upp til álitisstørv, eiga at hugsa seg væl um, tí tað er óheppið at tey verða vrakað eftir eitt val, tykist semja vera um í Grønlandi. Lív skal umskipast, so móðirfelagið P f Føroya lívstrygging fer at virka sum holding og umsitingarfelag fyri tey bæði dótturfeløgini, Lív 2 og Lív 3. Lív 3 Lív skal umsita gomlu tryggingarnar, sum eru teknaðar fyri ár 2000 og tí hava landskassaveðhald. Engin nýtekning er í hesum felagi, sum formliga heldur uppat at virka sum vanligt tryggingarfelag. Í Lívi 2 eru allar nýggjar tryggingar og tær, sum eru teknaðar uttan landskassaveðhald eftir ár 2000, tá ið tryggingarvirksemið varð skipað í alment partafelag. Hetta hava Lív, Vinnumálaráðið og Tryggingareftirlitið gjørt semju um. Vinnumálaráðið sigur, at umskipanin fær onga ávirkan fyri tryggingartakararnar. Landskassin stendur við sínar skyldur sum veðhaldari fyri tryggingar, sum eru teknaðar við landskassaveðhaldi. Úrslitið fyri 1. ársfjórðing 2013 var 83 milliónir krónur fyri skatt og 67 milliónir krónur eftir skatt. Alideildin hevði framúr gott úrslit orsakað av góða laksaprísinum, meðan felagið misti fitt av peningi við framleiðsluni av liðugtvørum. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri royndist væl. Hetta skrivar Bakkafrost í einum tíðindaskrivi í morgun. Fyrsti ársfjórðingur royndist væl, og vit eru væl nøgd við úrslitið. Útboðið av laksi veksur ikki so skjótt, sum tað hevur gjørt, og hetta sæst aftur í hækkandi laksaprísum, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost. Tað er sera umráðandi hjá okkum støðugt at savna okkum um kappingarførið, tá ið marknaðurin einaferð vendir aftur. Tí er tað eitt aðalmál hjá felagnum at vera so munadygt sum møguligt, so at vit hava eina sunna, kappingarføra alifyritøku, sum tryggjar áhaldandi virðisøking og harvið arbeiðspláss í Føroyum. Í løtuni missir Bakkafrost pening við at framleiða lidnar vørur, men av tí at felagið hevur stødd og fíggjarliga styrki at standa ímóti við, er hetta eingin trupulleiki í styttri tíðarskeið. Vit vita, at marknaðarviðurskiftini eru skiftandi, tí er umráðandi, at vit hugsa við framtíðini í huga fyri at virðisøkja sum mest og varðveita tey um 200 arbeiðsplássini í hesi deildini, sigur Regin Jacobsen. Bakkafrost seldi tilsamans 8.296 tons av laksi og setti 2,1 milliónir smolt út í fyrsta ársfjórðingi 2013. Bakkafrost leggur fram úrslitið fyri fyrsta ársfjórðing í Oslo í morgun. Hetta svarar til kostnaðin fyri burturbeina spreingievni, sum varð funnið á flogvøllinum á sumri í 2011 í sambandi við arbeiðið at leibngja flogvøllin. Fólkatingið hevur í dag samtykt málið við 3. viðgerð. Lógaruppskotið hevur eisini verið tril viðgerar í øroyanevndini hjá Fólkatinginum, sum tók undir við uppskotinum. Løgtingið avgreiddi málið tann 8. mai, tá allir flokkar, uttan Tjóðveldi, samtyktu ríkislógartilmælið. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, fegnast um, at málið nú er avgreitt. Spurningurin um, hvør skal gjalda fyri bururbeingina av spreingievninum hevur verið áleikandi í sjótt tvey ár. Hetta er long tíð, og tí er at fegnast um, at arbeiðið nú kann gerast liðugt. Friður eigur nú at valda um nýmótansgerð og útbygging av floghvøllinum í Vágum, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður. Seinast í mars, fór felagið Línuskip undir at føla seg fyri hjá íslendska Reiðarafelagnum, um áhugi var fyri tí. Tað kom ikki stórvegis burturúr, og tí setti Línuskip seg í samband við tvey íslendsk reiðarí, og spurdi seg fyri. Íslendsku feløgini vístu áhuga fyri ætlanini, og síðani hevur verið arbeitt víðari við ætlanini. Frá føroyskari síðu bjóðar felagið Línuskip 10.000 tons av svartkjafti, og 1000 tons av makreli. Býtið verður tað sama, sum tá samráðingar eru við eitt nú Rusland, so afturfyri skulu føroysku línuskipini fáa 2.000 tons av toski undir Íslandi. Myndugleikarnir í báðum londunum skulu góðkenna avtaluna, men av tí at nýggj stjórn ikki enn er skipað í Íslandi, dregur málið út. Føroyska toskakvotan undir Íslandi í ár er 1260 tons, og fæst avtalan í lag, so ger tað stóran mun hjá hart sperda føroyska línuflotanum. Eldur var í einar tveir tímar, áðrenn tað eydnaðist manningini at sløkkja eldin Trolarin liggur í Havn, og Mest skal taka sær av arbeiðinum. Hvítusunnudag var byrjað at vaska umborð, og øll tól sum sugu luft, tá eldur kom í, skulu reinsast. Tað var fríggjakvøldið at eldur kom í maskinrúmið á Vesturtúgvu. Trolarin var tá staddur 50 fjórðingar eystur úr Fugloynni. Brimil kom til Vesturtúgvu leygarnáttina, og kom á Havnina við skipinum um middagsleitið leygardagin. Vesturtúgva partrolar saman við Grønanesi. Sambært einari Gallup kanning, sum er gjørd fyri Ráðið fyri ferðslutrygd, halda 42 prosent, at 80 km t er hóskandi hámarksferð á landsvegunum. Men 43 prosent vilja hava ferðina upp í 90 km t, og 11 prosent vilja hava hana heilt upp í 100 km t. Sambært kanningini siga nógv seg koyra ov skjótt. 48 prosent koyra vanliga 90 km t, og 12 prosent koyra 100 km t. Men 39 prosent fara ikki upp um teir loyvdu 80 km t, og tað eru sjey prosentstig fleiri enn í fjør. Fleiri menn enn kvinnur koyra ov skjótt, og tey yngstu koyra skjótast. Og fólk við teimum bestu inntøkunum koyra skjótari enn onnur, sigur Gallup kanningin eisini. Ferðslutrygd heldur ikki, at fyrimunirnir við at seta hámarksferðina upp viga upp í móti vansunum. Ferðsluátak Koyrir tú 80 km t og rennir frontalt á, er vandin fyri at doygga 30 prosent. Koyrir tú harafturímóti 90 km t og rennir frontalt á, er vandin fyri at doyggja 70 prosent, sigur Ráðið fyri ferðslutrygd. 10 km t kunnu vera munurin millum lív og deyða. Í bygdum øki, har sum loyvda hámarksferðin er 50 km t, siga 60 prosent av teimum spurdu í Gallup kanningini hjá Ferðslutrygd, at tey koyra ikki skjótari enn tað. Vel røttu síðuna eitur átakið um ferð, sum Ráðið fyri Ferðslutrygd og Trygd skipa fyri hetta til 2.juni. Sambært avtalu millum Føroyar, Ísland, Grønland, Norra og ES eigur Russland 21 prosent av kvotuni, 5.400 tons. Men Russland ætlar at fiska 27.300 tons. Fiska øll londini tað, sum tey ætla sær, verða 48.000 tons fiskað í ár. NEAFC, sum umsitur fiskastovnarnar í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum, mælti til ikki at fiska meira enn 26.000 tons. Tað verður fyrireikað í løtuni, upplýsir Føroya Arbeiðsgevarafelag í ársfrágreiðing sínari fyri 2012. 2012 var eitt gott ár hjá ferðavinnuni. Stívliga 3.000 fleiri fólk gistu á hotellum og vallaraheimum enn í 2011. Ferðaráðið hevur fingið nógv størri játtan í fíggjarlógini. Sum eitt úrslit av hesum hevur Ferðaráðið ment eina marknaðarføringarætlan fyri Føroyar, sum nú verður sett í verk. Norska ali og fóðurfyritøkan Cermaq, ið fyri ein part hevur norska landskassan sum eigara, ynskir at keypa peruanska reiðaríið Copeinca. Cermaq hevur tryggja sær meirlutan í Copeinca, og á aðalfundinum í dag ynskir leiðslan at fáa grønt ljós at gera tað endaliga uppkeypið. Copeinca hevur rættindini til umleið tíggju prosent av ansjoveta kvotuni hjá Peru. Hetta er ein fiskur sum hevur stóran týdning fyri bæði lýsi og fóðurframleiðsluna í heiminum. Cermaq ynskir at byggja ein risa á trimum beinum fiskivinnu, fóðurframleiðslu og alivinnu. Men hetta heldur Marine Harvest er eitt vánaligt uppskot. Tí ynskir heimsins størsta alifyritøka, ið eisini hevur aling í Føroyum, at steðga Copeinca keypinum og heldur at leggja restina av Cermaq undir veingirnar hjá Marine Harvest. Cermaq hevur stuðul frá norsku stjórnini til uppkeypið av Copeinca, og hevur áðrenn aðalfundin fingið váttanir frá knøppum 49 prosentum av partaeigarunum um at teir keypa Copeinca. Hinvegin hevur Marine Harvest tryggja sær umleið 20 prosent av partaeigarunum, men fyritøkan vil ikki siga hvør kemur at stuðla teimum. Málið hjá Marine Harvest í dag er at tryggja sær góð 33 prosent av atkvøðunum á aðalfundinum. Fáa teir tað, so kunnu teir steðga Copeinca uppkeypinum. Ole Eirik Lerøy, nevndarformaður í Marine Harvest, sigur at teirra mál er at byggja heimsins størstu alifyritøku eina sjógætisfyritæku sum heimurin higartil ikki hevur sæð, sum hann málber seg. Leiðslan í Cermaq sigur hinvegin at tey als ikki skilja hví Marine Harvest vil blanda seg uppí hvat Cermaq ger. Fíggjarstjórin í Cermaq, Tore Valderhaug, sigur at tað einasta hann dugir at síggja í uppskotinum hjá Marine Harvest er at teir vilja leggja Cermaq undir seg. Valderhaug vísir á at teirra mál við Copeinca er at fóðurdeildin hjá Cermaq, EWOS, skal menna fóðurframleiðsluna framyvir. Vit síggja stórar fyrimunir og spennandi átøk í hesum uppkeypinum. Hóast Cermaq er ein norsk fyritøka, so er aliparturin hjá teimum, í fyritøkuni Mainstream, minstur í Noregi. Mainstream hevur størsta partin av sínum alivirksemi í Kanada og Kili. Aðalfundurin í Cermaq byrjar fyrrapartin klokkan 11 føroyska tíð. Manzarek doyði á einum viðgerðarheimi í Rosenheim í Týsklandi, har hann fekk viðger móti krabbameini. Manzarek hevur stríðst móti krabbameini í longri tíð. Ray Manzarek og Jim Morrison stovnaðu í 1965 bólkin The Doors, aftaná at teir av tilvild hittust á Venice Beach í Kalifornia. Meðan Manzarek spældi sermerkta keyboardi, sang Morrison við síni sermerktu rødd. Millum kendu løgini sum The Doors gav út vóru Light My Fire The End People Are Strange Strange Days Break On Through To The Other Side The Unknown Soldier Hello, I love You When The Music s Over Riders On The Storm og The Mosquito. Jim Morrison er ein av stóru rock ímyndunum. Han doyði á einum gistinghúsi í París í 1971, bert 27 ára gamal. Deyðsorsøkin var helst ein ov stór mongd av heroini. Ray Manzarek, gittarleikarin Robby Krieger og trummuspælarin John Densmore hildu lív í The Doors í tvey ár aftaná at Morrison doyði. Manzarek stovnaði seinni bólkin Nite City, og í 2001 funnu Manzarek og Krieger saman og stovnaðu bólkin Manzarek Krieger. Teir høvu sína seinastu konserferð í 2011. Undan dystinum móti AB hevði ÍF spælt fýra javnleikir á rað, og man skuldi leita heilt aftur til 28.mars í triða umfari fyri at finna síðsta ÍF sigurin. Men við einum góðum fríssparki, tá 60 minuttir vóru spældir, vendi Høgni Madsen gongdini. ÍF vann 1 0, og er nú komið upp á 13 stig. Annan hvítusunnudag eru hinir fýra dystirnir á skránni 07 Vestur EB Streymur TB KÍ B36 HB NSÍ Víkingur Bólturin byrjar klokkan 14.55. Dysturin millum B36 og HB verður útvarpaður beinleiðis, og fylgt verður eisini við hinum dystunum. Prísirnir hjá vaskarínum skulu vera soleiðis, at pengar eru til avkast og skatt. Kappingareftirlitið hevur gjørt eina tilsøgn frá Landssjúkrahúsinum um vaskaríið bindandi fyri sjúkrahúsið. Kappingareftirlitið kannaði vaskaríið eftir at staðfest varð, at virksemið hevði havt hall seinastu árini. Vaskaríið vaskar eisini fyri onnur enn Landssjúkrahúsið og kappast tí við privat vaskarí. Vaskaríið hevur eina marknaðarráðandi støðu, og hevur tí skyldu til at tryggja, at virksemið ikki er kappingaravlagandi, sigur Kappingareftirlitið. At selja tænastur fyri minni enn tað, tær kosta, kann vera brot á kappingarlógina. Nú verður vaskaríið rikið sum vanligt vinnuligt virksemi. Festið í Fámará í Suðuroynni verður nú lýst leyst at søkja. Tað hevur Búnaðarstovan avgjørt í dag. Árni Brattaberg, sum hevði hægsta boð, tá festið varð selt á uppboði fyri skjótt einum ári síðani, hevur fingið boð um avgerðina. Fiskimálaráðið bað 28.januar og aftur týsdagin Búnaðarstovuna um at lata málið um festið í Fámara ganga umaftur. Avtalan um oljutilbúgving á Norðurpólsleiðini, í arktiska økinum, sum millum annað løgmaður skrivaði undir mikudagin, er lítið, fyri ikki at siga einki verd. Tað siga umhvørvisverndarfelagsskapirnir Greenpeace og WWF, Heimsnáttúrugrunnurin, við danska blaðið Information. Avtalan ger einki fyri at minka vandan fyri oljudálking ella bøta um førleikarnar hjá oljufeløgunum og londunum í Arktiska ráðnum at gera skjótt av, tá olja lekur á sjógv. Avtalan er ein vanlukka, sigur Greenpeace. Greenpeace spyr eftir einum bindandi minstakravi um oljutilbúgvingina hjá limalondunum. Sambært avtaluni avger hvørt landið sær, hvussu stóran dent, tað leggur á tilbúgvingina, og hvussu nógvir pengar verða brúktir til hana. WWF er einasti umhvørvisverndarfelagsskapur, sum er eygleiðari á fundunum hjá Arktiska ráðnum. Sambært WWF bindur avtalan um oljutilbúgving á ongan hátt limalondini. WWF vil hava forboð móti tungolju í Arktis, skrivar Information. Men í tonsum er útflutningurin 14 prosent minni enn í fjør, upplýsir Hagstovan. Fyri fyrstu ferð í einum ársfjórðingi er alifiskur farin upp um helvtina av útflutningsvirðinum av fiskavørum. Útflutningurin av alifiski vaks 132 milliónur krónur, 31 prosent, hóast nøgdin var so at siga tann sama. Øvugt var við botnfiskinum. Har minkaði útflutningurin 21 prosent í virði, hóast nøgdin vaks 13 prosent. Uppsjóvarfiskur minkaði bæði í virði, 17 prosent, og í nøgd, 34 prosent. Samstundis sum útflutningurin minkar, veksur innflutningurin, tá skip og flogfør ikki telja við. Innflutningurin í fyrsta ársfjórðingi var 14 prosent størri í enn í fjør.Olja og bensin fyri 343 milliónir krónur komu til landið, 67 milliónir meira enn í fjør. Bilasølan er vaksin. Bilar fyri 56 milliónir komu í fyrsta ársfjórðingi. Tað er ein fjórðingur meira enn í fjør. Ári M. Jónsson spældi í gjárkvøldið sín fyrsta dyst í donsku Superliguni frá byrjan, tá felagið hjá honum, Silkeborg, á heimavølli spældi javnleik, 1 1, móti FC Midtjylland. 18 ára gamli Ári Johnsson spældi allan dystin. Ungi føroyski verjuleikarin hevur ein tvey ára sáttmála við Silkeborg, men um hann heldur fram í felagnum, skal hann spæla í næstbestu deildini í komandi kappingarári. Javnleikurin móti Silkeborg hevði við sær, at Silkeborg nú ongan møguleika hevur fyri at verða verandi í Superliguni. Silkeborg hevur tilsamans tríggjar føroyingar í hópinum. Landsliðsmálverjin, Gunnar Nielsen, spældi allan dystin móti FC Midtjylland, meðan Christian Lamhauge Holst kom inn, tá eitt korter var eftir av dystinum. FM kappingin fyri eldru bólkarnar í amboðsfimleiki verður leygardagin og annan hvítusunnudag. Føroyameistari skal finnast hjá kvinnuunglingum, kvinnum, dreingjum, mannsunglingum og monnum. Kappingarnar vera í Fimi og byrja verður klokkan14.00 báðar dagarnar. Fyrra dagin verður tað tann, sum er bestur í øllum amboðum samanlagt, sum vinnur, meðan seks teir bestu íðkararnir, í hvørjum amboðið sær, sleppa víðari til seinna dagin. Tann seinna dagin eru amboðsfinalurnar fyri einstaklingar í FM eldri í hvørjum amboðið sær. Feløgini sum eru til kappingina eru Fimleikafelagið Ljósið, Havnar Fimleikafelag, Klaksvíkar F imleikafelag og Fimleikafelagið Støkk. Kappast verður í øllum amboðum. Fýra amboð á kvinnusíðuni og seks á mannfólkasíðuni. Tí fekk BankNordik minni burtur úr rentunum í fyrsta ársfjórðingi í ár enn í fyrsta og fjórða ársfjórðingi í fjør. Nettorentuinntøkan var til dømis góðar sjey milliónir krónur minni fyrsta ársfjórðing í ár enn í tí seinasta í fjør. Hetta er galdandi fyri alla bankavinnuna. Fólk gjalda lánini niður og tað er ikki so lætt at gera avtalur um nýggj lán. Ritzau Finans hevur viðgjørt roknskapin hjá BankNordik fyri fyrsta ársfjórðing og tosað við Janus Petersen, forstjóra. Útlánini hjá BankNordik minkaðu fýra prosent í fyrsta ársfjórðingi. Stígur hevur verið í hjá bankanum seinastu fimm árini, og hesa tíðini hava innlánini verið sera stór, sigur bankastjórin. Bankin hevur gjørt raksturin effektivari. Nú arbeiða 534 fólk hjá BankNordik. Tey vóru 33 fleiri 1. januar í ár og 76 fleiri 1. mai í fjør. Men nú er komið á mál, sigur Janus Petersen. Kursurin raplaði Starvsfólkakostnaðurin er minkaður knappliga hálvthundrað milliónir seinasta árið. BankNordik setti av 55 milliónir krónur móti tapi í fyrsta ársfjórðingi. Bankin hevur mett serliga privatu viðskiftafólkini gjølla av nýggjum, og tað gjørdi, at óvanliga nógv varð sett av móti tapi. Annars væntar bankin, at 115 milliónir krónur verða settar av móti tapi í ár, tað sama sum í fjør. Eftir at roknskapurin hjá BankNordik varð kunngjørdur í gjár, fall kursurin á partabrævinum sjey prosent, niður í 106. Tað var fjórða størsta kursfall í Danmark í gjár. Tað sigur nývalda forkvinnan í Arktiska Ráðnum, Leona Aglukkaq, við grønlendska kringvarpið. Hon er heilsumálaráðharri í kanadisku stjórnini, og er vald til forkvinnu í arktiska ráðnum fyri tvey ár. Nývalda forkvinnan vísir á, at tá Arktiska Ráðið varð stovnað í 1996, varð samtykt, at átta lond skuldu hava sæti í ráðnum. Og tann samtyktin er framvegis galdandi, sigur hon. Danski uttanríkisráðharrin, Villy Søvndal, heitti á nýggja kanadiska formansskapin, um at geva Grønlandi og Føroyum størri leiklut í arktiska ráðnum. Partur av Danmark Leona Aglukkaq sigur, at talan er um eitt mál fyri danska ríkið. Grønland er partur av Danmark, men tað er av stórum týdningi at Grønland er virkin partur í arktiska ráðnum, og tí eigur danski uttanríkisráðharrin at loysa innanhýsis málið, sigur Leona Aglukkaq. Hon harmaðist um, at grønlendska landsstýrisforkvinnan, Aleqa Hammond, ikki var við á fundinum í Kiruna í gjár, og segði seg vilja tosa við hana, fyri at fáa hana at endurskoða grønlendsku støðuna til Arktiska Ráðið. Tað segði norski fiskimálaráðharrin, Lisbeth Berg Hansen, á aðalfundinum hjá Norges Sildesalgslag í Bergen í gjár. Hon segði, at Føroyar hava biðið um fund við hini strandarlondini um sildina. Men viðvíkjandi makrelinum er eingin vón um at fáa eina avtalu við Føroyar og Ísland. Og Norra ætlar sær ikki at bakka, segði ráðharrin, sambært FiskeribladetFiskaren. Ráðharrin avdúkaði ikki, um Norra eisini fer at seta føroyingum handilsforðingar viðvíkjandi sildini, soleiðis sum ES ætlar at gera. Um tiltøk viðvíkjandi makrelinum segði Lisbeth Berg Hansen, at Norra bíðar eftir ES. Slík tiltøk muna best, um ES stendur fyri teimum, segði hon. Norra hevur longu noktað føroyskum og íslendskum skipum at landa makrel í Norra. Átaluvert at samstarva við føroyingar Ráðharrin fýltist samstundis á, at norsk skip landa í Føroyum og í Íslandi. Tað er sera átaluvert. Eg kann ikki annað enn at heita staðiliga á norsku skipini um at landa í Norra og ikki í Føroyum og Íslandi, segði norski fiskimálaráðharrin í Bergen í gjár. Norsku landingarnar máa burtur av samráðingarstøðuni hjá Norra í makreltrætuni, segði ráðharrin. Og tað nýggjasta er, at nú hevur Russland eisini ásett sær makrelkvotu, sum, sambært norska ráðharranum, er óvanliga stór. Russland ger sær dælt av trætuni millum ES og Norra øðru megin og Føroyar og Ísland hinumegin. Hetta fer Norra ikki at lata fara aftur við borðinum, sigur Lisbeth Berg Hansen. Salmar boðaði seinnapartin frá at fyritøkan umhugsar at selja fimm milliónir partabrøv í Bakkafrost. Hetta svarar til 10,2 prosent av partabrøvunum í Bakkafrost. Møguliga sølan av partabrøvunum byrjaði klokkan hálvgum fýra føroyska tíð tá áhugaði kundu bjóða uppá partabrøvini. Salmar eigur 14,59 milliónir Bakkafrost partabrøv, og tað svarar til 29,87 prosent av Bakkafrost. Við at selja 10,2 prosent av partabrøvunum vil Salmar koma undir tey 20 prosentini sum útlendingar kunnu eiga í føroyskum alifyritøkum, Føroyanevndin hjá fólkatinginum mælir til at samtykkja uppskotið hjá Annette Vilhelmsen, vinnumálaráðharra, um at taka 28 milliónir krónur úr Íleggingargrunninum. Pengarnir skulu brúkast til at rinda fyri arbeiðið at beina burtur dynamittið, sum varð funnið, tá flogvøllurin í Vágum varð longdur. Løgtingið hevur longu samtykt broytingina í lógini um Íleggingargrunnin. Gjørt avtalu við danir Tá fólkatingið hevur samtykt hana, kemur lógin í gildi 1.juni, og landsstýrið fær tær 28 milliónirnar. Tær skal P f Vága floghavn síðani hava, tí felagið hevur goldið fyri at fáa dynamittið burturbeint. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, og danski vinnumálaráðharrin, Annette Vilhelmsen, avtalaðu fyri einum góðum mánaði síðani at niðurkapitalisera Íleggingargrunnin eina ferð afturat fyri at fáa 28 milliónir afturat til flogvøllin. Tá Vága Floghavn varð yvirtikin í 2007, varð semja gjørd við donsku stjórnina um at taka 365 milliónir krónur úr Íleggingargrunninum til at útbyggja flogvøllin. ÍF boðar í dag frá, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við miðvallaran, Fritleif í Lambanum. Fritleif er uppvaksin í felagnum, men skifti í 2011 til NSÍ og síðani til Víking. Seinastu tíðina hevur Fritleif í Lambanum verið í Danmark í lestrarørindum, men hann hevur nú valt at flyta heim aftur til Føroya, og samstundis flytir hann eisini heim aftur til barndómsfelagið. Hetta er eina millión minni enn í fjør. Tillagingar og sparingar seinasta árið seta dám á roknskapin fyri fyrsta ársfjórðing. Millum annað vórðu fólk søgd úr starvi í januar. Hetta kostaði bankanum tíggju milliónir krónur í fyrsta ársfjórðingi. Útlánini minkaðu fýra prosent í fyrsta ársfjórðingi. Bankin hevur mett privatu viðskiftafólkini av nýggjum og niðurskrivað 55 milliónir krónur í fyrsta ársfjórðingi, pengar, sum bankin ikki er vísur í at fáa aftur. Bank Nordik væntar framvegis, at úrslitið fyri alt árið 2013 verður 130 til 160 milliónir krónur. Tað var 102 milliónir í fjør. Silkeborg er niðast í Superliguni og fimm stig eru upp til AC Horsens, sum liggur beint oman fyri niðurflytingarstrikuni. Nú eru bert tveir dystir eftir, og tí er møguleikin hjá Silkeborg, at varðveita plássið í deildini sera lítil. Men Gunnar Nielsen vísir ikki aftur, at hann heldur fram í Silkeborg, sjálvt um felagið fer niður í næstbestu deildina. Føroyski landsliðsmálverjin sigur við heimasíðuna bold.dk, at hann er opin fyri øllum møguleikum, og um Silkeborg kemur við tí rætta sáttmálanum, er Gunnar Nielsen sinnaður at royna at hjálpa Silkeborg upp aftur í bestu deildina. Mær hevur dámt sera væl at verið her í Silkeborg. Hetta er eitt gott felag við góðum fólki, sigur Gunnar Nielsen millum annað við bold.dk Í september ber til hjá áhugaðum at taka hondbóltsvenjaraútbúgvingum í Føroyum. Byrjað verður við barna og ungdómsvenjaraútbúgvingini, sum verður tikin í fýra pørtum Í hondbóltsfeløgunum kring landið er stórt virksemi hvønn einasta dag. Sjálvsagt er tað venjingin, sum er í miðdeplinum og tey, sum bera hesa venjing eru eldsálir, foreldur og onnur og tað er eitt megnar arbeiði, sum verður gjørt. Felags fyri flestu av hesum er, at møguleikarnir at sleppa á skeið ella at fáa undirvísing í hondbóltsvenjing hava kanska ikki verið til staðar. Starvsnevnd HSFs hevur gjørt av at gera nakað við hetta og hevur sett á stovn eina føroyska venjaraútbúgving. Tað ger Aleqa Hammond, landsstýrisforkvinna í Grønlandi greitt, nú Arktiska ráðið hevur fund í Kiruna í Svøríki. Grønlendska landsstýriskvinnan er so misnøgd, at hon avgjørdi í gjár at rýma av fundinum í ráðnum. Aleqa Hammond sigur við grønlendska blaðið Sermitsiaq, at Danmark hevði tríggjar sessir í arktiska ráðnum, til Svøríki fekk formansskapin fyri tveimum árum síðani. Øll trý londini í ríkisfelagsskapinum Danmark, Føroyar og Grønland høvdu hvør sín sess. Men tá sviar tóku við formansskapinum, fekk ríkisfelagsskapurin bert ein sess, og grønlendingar og føroyingar sluppu ikki at sita við samráðingarborðið. Hesum hava londini í ríkisfelagsskapinum mælt ímóti, men tað hevur ikki gjørt mun, og vit stúra fyri, at støðan fer at halda fram, nú Kanada tekur við formanssessinum í Arktiska Ráðnum, sigur forkvinnan í grønlendska landsstýrinum við Sermitsiaq. Spyr løgmann um føroysku støðuna Aleqa Hammond sigur, at sendinevndin hjá ríkisfelagsskapinum er komin ásamt um at krevja, at Danmark fær tveir sessir við samráðingarborðið í Arktiska ráðnum. Danmark skal hava annan og Grønland hin sessin, men tað góðtaka hini londini í ráðnum ikki, og tí eru grønlendingar rýmdir av fundinum. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, umboðar Føroyar á fundinum í Arktiska ráðnum í hesum døgum. Støðan, sum nú hevur tikið seg upp í Arktiska ráðnum, hevur fingið Høgna Hoydal, formann í Tjóðveldi, at spyrja løgmann, um hann fer at taka nøkur stig, eins og grønlendingar, at mótmæla, at Føroyar ikki eru við á ráðharrafundunum í egnum navni. Hann vísir á, at uttanlandsnevndin er ikki kunnað um, at broytingar eru gjørdar í umboðan Føroya, og at málið er ikki viðgjørt politiskt. Høgni Hoydal spyr, um løgmaður og landsstýrið ætla at gera eins og grønlendingar og krevja viðurkenning og egnan leiklut, ella um løgmaður er við í Kiruna sum danskt embætisfólk. Orsøkin er rætt og slætt fleiri ferðafólk, 14 prosent fleiri enn í fjør. Og Atlantic Airways ásannar, at bíligir ferðaseðlar geva fleiri ferðafólk. Ferðafólkini vóru næstan 5.000 fleiri í ár. Fleiri bíligari ferðir vóru høvuðsorsøkin, sigur flogfelagið í tíðindaskrivi. Harafturat vóru páskirnir fyrr í ár enn í fjør. Úrslitið hjá Atlantic Airways í fyrsta ársfjórðingi var 2,7 milliónir krónur í halli eftir skatt. Hallið er 1,6 milliónir minni enn í fjør. Felagið væntar betri úrslit í ár enn í fjør. Rentan á bústaðarlánum lækkar, og ferðaavgjaldið til landskassan lækkar eisini. Men fyrivarni skal takast fyri óvæntaðum útreiðslum og herdari kapping, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways. 19.juni hevur Atlantic Airways eykaaðalfund at velja nevndarlim. Willumsen úr nevndini Síðan 2009 hevur Jens Wittrup Willumsen verið nevndarlimur í Atlantic Airways. Hann er eisini nevndarformaður í Grønlandsfly, Hann heldur tað ikki longur vera hóskandi at vera í báðum nevndunum. Hann fer tí úr nevndini hjá Atlantic Airways í dag. Tí skal felagið hava nýggjan nevndarlim á eykaaðalfundinum 19.juni. Í næsta mánaði fær Atlantic Airways eitt Airbus flogfar afturat. Fleiri dømi eru um, at føroyingar búsitandi í Føroyum hava tikið útbúgvingar í Danmark og fingið lestrarstuðul úr Danmark. Hesi hava tó sum oftast verið í Danmark í styttri tíðarskeið, millum annað í sambandi vip próvtøkur. Tað sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, í svari til Helga Abrahamsen, løgtingsmann fyri Sambandsflokkin, sum hevur spurt, um tað eer rætt, sum Fjarlestrardepilin í Vági hevur upplýst, at føroyingar undir fjarlestraútbúgving í Danmark fáa slakar 6.000 krónur í lestrarstuðli úr Danmark um mánaðin. Bjørn Kalsø sigur, at arbeitt verður við ein føroyskari fjarlestraskipan, sum serliga verður ætlað teimum, ið lesa fjarlestur aðrastaðni enn í Danmark. ætlanin er, at skipanin skal takast í nýtslu næsta summar, men treytin er, at fíggjarlig orka er tøk, sigur Bjørn Kalsø í svarinum til Helga Abrahamsen. Fjarlestrardepilin í Vági bjóðar í løtuni út 27 útbúgvingar í Danmark, Svøríki, Noregi og Onglandi. Sjakalurin, sum einaferð varð tiltikin hernaðarligur marxistur, hevur kært lívlanga fongulsdómin, sum hann fekk fyri eina bumbuatókn fyri 30 árum síðani. Atsóknin kravdi 11 mannalív. 63 ára gamli, Ilich Ramirez Sanchez, hevur sitið í fongsli í Fraklandi í nærum 20 ár fyri ein annan dóm, sum hann fekk í 1975 fyri millum annað at hava dripið tvey løgreglufólk. Í 2011 varð hann dømdur lívlangt fongsul fyri fýra bumbuatsóknir í Fraklandi í 1982 og 1983. 11 fólk doyðu, og útivið 200 vórðu særd. Hoyringin um kærumálið varð útsett, tí Ramirez Sanchez kravdi at fáa aðrar advokatar. Dømdur fyri dráp Ramirez hevur hildið uppá, at hann er ósekur, og at hann hevði einki við bumbuatsóknirnar í París at gera. Sjakalurin varð tikin í Sudan í 1994 og útflýggjaður Fraklandi. Í 1997 varð hann dømdur lívlanga fongsulsrevsing fyri at hava dripið tvey løgreglufólk og ein palestinskan mann, sum hevði samstarv við løgregluna. 20.000 ungdómar hava hvørkið gingið í skúla ella skrásett seg sum arbeiðsleys seinastu trý árini. Hetta vísir ein frágreiðing frá svenska arbeiðdsloysisskipanini. Stjórin fyri Arbetsførmedlingen, Angeles Bermudez Svankvist, sigur í eini viðmerking til Dagens Industri at tað ikki kemur óvart á tey at ungdómar ikki lata seg skráseta, men at talið er so stórt sum 20.000 heldur hann kemur sera illa við. Bermudez Svankvist vísir á at fólk sum hvørki eru í læru, lesa ella leita eftir arbeiði í trý samanhangandi ár, tey eru í vanda fyri ongantíð at koma inn á arbeiðsmarknaðin. Kanningin vísir eisini at nógv ung hava styttri útbúgvingar. Í frágreiðingini hjá Arbetsførmedlingen verður eisini víst á at trupulleikin við ungdómum sum hvørki koma í gongd við at fáa sær eina útbúgving ella eitt arbeiða er vaksandi um allan heim, sambært altjóða búskaparstovninum OECD. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ætlar at fáa lógina broytta, so tey, sum fáa hækkaða barnagjaldið, kunnu brúka alt fríkortið, tað vil siga 30.000 krónur, til løn. Hækkaða barnagjaldið frá tí foreldrinum, sum ikki býr saman við barninum, fer umvegis P talið hjá barninum. Og tað fer tí av fríkortinum hjá barninum. Hetta ger Kristinna Winter Poulsen, løgtingskvinna, vart við í spurningi til Jørgen Niclasen, landsstýrismann. Í fjør fingu 50 børn hækkað barnagjald. Í øllum hálvthundrað førum rindaði pápin mammuni hækkaða barnagjaldið, sum verður flutt umvegis P talið hjá barninum, tí tað verður goldið sum A inntøka hjá barninum. Fáa minni enn javnaldrarnir Avleiðingin er, sigur Kristianna Winther Poulsen, at tá hálvvaksna barnið fær sær arbeiði eftir skúlatíð, er tað mesta av fríkortinum longu brúkt. Hesi børnini fáa tí minni burturúr enn javnaldrarnir, sum arbeiða. Men hetta verður broytt við at fáa hækkaða barnagjaldið í lógargreinina í skattalógini um gjøld, sum ikki telja sum skattskyldug inntøka, sigur landsstýrismaðurin. Samstundis hevur ES eisini sett sær fyri at finna ein hátt at revsa føroyingar og íslendarar fyri makrelveiðuna. Fiskimálaráðharrarnir í ES tingaðust í Brússel í dag, og sambært skotska ráðharranum Richard Lockhead er semja um at revsa føroyingar fyri sildaveiðuna. Bann verður sett fyri innflutningi av sild úr Føroyum til ES og føroysk skip sleppa ikki at landa sild í ES havnum, skrivar RÚV. Samstundis umhugsa ES, sambært Lockhead, at tiltøk eisini skulu setast í verk móti oyggjalondunum fyri sína makrelveiðu. Trupulleikin hjá ES er at tað ikki er so lætt at siga at føroyingar og íslendarar ikki fiska makrel burðardygt, tá ES londini sjálvi ikki kunnu vísa til eina burðardygga makrelveiðu. Fjølmiðlarnir í Norðurkorea boða frá, at nýggjur verjumálaráðharri er settur í starv. Nýggi ráðharrin eitur Jan Jong nam. Hann er yngri enn undanmaðurin og rættiliga ókendur í altjóða høpi. Tað er hálvt annað ár síðan, at Kim Jong Un tók við valdinum eftir pápa sín, og hetta er triði verjumálaráðharrin, hann hevur fingið sær. Ráðharraskiftið kemur eftir ein vetur, har heimssamfelagið hevur fordømt Norðurkorea fyri hóttanir og fyri kjarnorkuroyndarspreingingar. Serfrøðingar ivast í, um ráðharraskiftið fer at hava við sær ein linari hernaðarpolitikk í Norðurkorea. Kýpros fekk 2 milliardir evrur útgoldnar. Tað vil siga umleið 15 milliardir krónur.Samlaði bjargingarpakkin er 10 milliardir evrur. Innan 30. juni fer ein milliard aftrat til Kýpros. Bjargingargrunnurin hjá evrulondunum, ESM, sigur í tíðindaskrivi, at pengarnir skulu brúkast til at nøkta yvirskipaða fíggjartørvin í almenna meiranum í Kýpros. IRF hevur bygt nýtt spilloljuverk og gjørt nýggja móttøku til skiljing og goymslu av vandamiklum burturkasti á Hagaleiti, sum nú hevur fingið umhvørvisgóðkenning. Virksemið á spilloljuverkinum er at móttaka spillolju, tungoljuslam, oljudálkað vatn og annað oljudálkað tilfar. Vandamikið burturkast verður savnað inn og skilt, og verður ein partur sendur til viðgerðar uttanlands. Bilar hjá IRF kunnu avheinta spillolju og vandamikið burturkast. Eisini kunnu kundar sjálvir koma við tí. Spilloljan verður reinsað og brúkt sum brenniolja á størri virkjum. Í umhvørvisgóðkenningini er serligur dentur lagdur á, at umhvørvisdálkandi evni ikki verða leidd út í umhvørvið, og at innaneftirlit, umhvørvisstýring og skrásetingar eru sambært viðurkendum skipanum. Harafturat skulu dálkingaravmarkandi tiltøk setast í verk, um óhapp henda. Sparast skulu 20 30 milliónir í heilsuverkinum um árið komandi 10 árini og fleiri viðgerðir skulu flytast úr Danmark til Grønlands. Hetta fer at leggja stórt trýst á heilsustarvsfólkini, sum frammanundan eru hart kroyst, sigur Inuuti Fleischer, formaður fyri samtakið hjá heilsuligu fakfeløgunum, PPK. Herfyri legði landsstýrisforkvinnan, Aleqa Hammond, fram málini hjá nýggju grønlendska landsstýrinum. har kom fram, at tað er neyðugt at at gera sparingar á heilsuøkinum fyri millum 20 og 30 milliónir árliga komandi 10 árini. hetta má gerast fyri at standa ímóti teimum øktu útreiðslunum, sum standast av, at livialdurin í Grønlandi hækkar. Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur haraftrat boðað frá, at hann ætlar at gera tað ókeypis at ringja til læknastovurnar kring landið. Og so skulu eisini fleiri viðgerðarøki flytast úr Danmark til Grønlands. Og hetta ørkymlar formannin í PPK. hann vísir á, at heilsustarvsfólkini í dag hava stóra arbeiðsbyrður og at fleiri eru sjúkraskrivað við strongd orsakað av ov høgum arbeiðstrýsti. Sambandsflokkurin og Vinstriflokkurinhava kravt ráðharran í samráð í Matvørunevndini, Evropanevndini og Føroyanevndini. Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin, sigur, at í politisku skipanini frættist, at ES nevndin ætlar ikki bert at revsa Føroyar fyri ósemjuna um sildafiskiskap, men eisini makrelin. Eru hesar upplýsingar rættar, hava vit eina álvarsliga støðu, sigur Edmund Joensen. Hann vísir á, at Mette Gjerskov fyrr hevur upplýst fyri Evropanevndini, at ES og Noreg fiska ikki makrel burðardygt, tí londini hava ásett sær sjálvum 90 prosent av makrelkvotuni, og tí er ósannlíkt, at handilslig revsitiltøk verða sett í verk móti Íslandi og Føroyum. Vísir tað seg nú, at ES nevndin kortini fer at seta revsitiltøk í verk, hevur ráðharrin ein trupulleika, sigur Edmund Joensen. Johan Dahl, landsstýrismaður, ætlar at seta ein arbeiðsbólk at koma við uppskoti um, hvussu tað yvirskipað politiskt ber til at gera eina samhaldsfasta loysn at flyta ferðafólk gjøgnum tunlar, yvir brýr, og har sund og firðir skilja. Tað sigur hann í einum svari til Páll á Reynatúgvu úr Tjóðveldi, sum hevur spurt um málið. Johan Dahl sigur, at í fíggjarkørmunu í ár og næsta ár er ikki rúm fyri at lækka ferðaseðlaprísin. Tvørturímóti er ætlanin at hækka prísin 10 prosent, til tess at røkka samtyktu játtanarkørmunum. Men landsstýrismaðurin í vinnumálum vísir á, at nú er ferðaseðlaprísurin tann sami til allar oyggjar uttan til Suðuroyar og Mykines, og tí er komið væl áleiðis at javnseta ferðaseðlakostnaðin við Oyggjaleiðum, sigur Johan Dahl. Frá 1. juli er ætlanin at stovna eina sergrein í infektións medisini á Landssjúkrahúsinum. Í eykajáttanini, sum løgtingið samtykti mikudagin, verður sagt, at endamálið við at stovna sergreinina er at betra um tænastustigið. Hetta fer eisini at hava við sær, at færri sjúklingar verða sendir til Danmarkar. Serliga verða tað sjúklingar við cystiskari fibrosu, HIV og hepatitis, sum verða sendir minni av landinum í framtíðini. Kommunan samtykti á bygdaráðsfundi tann 30. apríl at taka av tilboðnum frá fyritøkuni, og sáttmáli er nú undiraskrivaður, skrivar kommunan á heimasíðuni. Einki verður sagt um, hvat lægsta tilboðið var. P f Hans Egil Joensen og synir hava frammanundan gjørt arbeiðið, sum er gjørt í hólmanum á Eiði. Tað lovar Bjørn Kalsø, landsstýrismaður. Hann hevur svarað einum skrivligum fyrispurningi frá Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinnu fyri Javnaðarflokkin. Tímarnir í skúlanum eftir summarfrítíðina taka støði í næmingatalinum 1. februar í ár. Tá vóru slakir 14.000 læraratímar um vikuna, ella 44 fleiri enn í hesum skúlaárinum. Bjørn Kalsø sigur, at fleiri orsøkir eru til, at at fólkaskúlin hevur fingið færri tímar seinastu trý árini. Men høvuðsorsøkin er fíggjarkreppan, og at neyðugt hevur verið at minkað útreiðslurnar. Færri skúlar Tímatalið til undirvísing er lækkað slakar 1300 tímar um vikuna. Harafturat minkaði næmingatalið 730 næmingur, ella 10 prosent, frá skúlaárinum 2004 05 til 2009 10. Eisini verður undirvíst í færri skúlum. Bjørn Kalsø sigur, at hóast játtanin til fólkaskúlan er skerd, lýkur skúlin kortini lógarkrøvini um tímatal, útboð av kreativum lærugreinum og vallærugreinum. Mangan hevur tað verið soleiðis, at flestu føroysku metini verða sligin fyrsta dagin. Men so var ikki í ár, eitt met bleiv sligið fyrsta dagin, meðan trý vóru sligin bæði fríggjakvøldið og leygarkvøldið. Her er eitt yvirlit frá svimjingini. Føroysk met sett á FM 2013 kvinnur 3 55.91 í 4x100 frí Poula Ø. Mohr, HS 2 23.25 í 200 firvald, Pál Joensen SuSvim 1 03.00 í 100 bringu, Poula Ø. Mohr HS 1 03.78 í 100 blandað kvinnur 4 25.43 í 4x100 blandað. SuSvim kvinnur 1 47.15 í 4x50 frí. SuSvim harrar 1 35.06 í 4x50 frí Juniormet sett á FM JM 2013 Guðrun Mortensen SuSvim 57.62 í 100 frí, Markus Joensen HS 1 05.82 í 100 bringu, Kristina Elin Thomsen SuSvim 2 25.26 í 200 firvald, Markus Joensen HS 1 04.77 í 100 bringu, SuSvim dreingir 1 38.48 í 4x50 frí, Victoria Wigant Eysturdal 2 06.13 í 200 frí, Markus Joensen HS 30.00 í 50 bringu Heiðursmerkjabýti á Føroyameistarastevnuni 2013 Gull, silvur, bronsa. Suðuroyar Svimjifelag. Havnar Svimjifelag. Heiðursmerkjabýti á Juniormeistarastevnuni 2013. Gull, silvur, bronsa. Suðuroyar Svimjifelag. Havnar Svimjifelag. Reysti Kvinnulandsliðið í flogbólti plagar at koma aftur av oyggjaleikum við heiðursmerki, sum oftast er tað gull. Á Isle of Wight í 2011 vunnu tær silvur. Tær sum skulu umboða Føroyar á komandi oyggjaleikunum eru hesar. Eina S. Kalsø, Guðrun Joensen, Anja S. Danielsen, Birgit Guttesen, Sofía Purkhús, Eyð G. Magnussen, Jastrið Sivertsen, Sóley M. Poulsen, Birita Joensen, Urd T. Traðará, Karina Debes og Margit G. Joensen EB Streymur B36 4 1 0 1 Sjálvmál 1 1 Leif Niclasen 2 1 Leif Niclasen 3 1 Hans Pauli Samuelsen 4 1 Levi Hansen HB TB 3 0 1 0 Andrew av Fløtum 2 0 Christian Mouritsen 3 0 Kristin Mouritsen 07 Vestur AB 1 1 0 1 Rógvi Poulsen 1 1 Gunnleif Olsen ÍF NSÍ 3 3 0 1 Andy Olsen 0 2 Andy Olsen 0 3 Árni Frederiksberg 1 3 Høgni Madsen 2 3 Bartal Eliasen 3 3 Clayton Soares Víkingur KÍ 1 1 1 0 Filip Djordjevic 1 1 Páll A. Klettskarð Sí støðuna í Effo deildini eftir 9. umfar á heimasíðuni hjá Kringvarpinum. EB Streymur B36 4 1 Í regninum við Margáir vann EB Streymur stórsigur á B36. Úrslitið gjørdist 4 1. Tað var annars B36, sum legði seg á odda eftir 6 minuttir vóru leiktir, tá Marni Djurhuus gjørdi sjálvmál. 5 minuttir fyri hálvleik gav EB Streyms trýstið úrslit tá Leif Niclasen javnaði til 1 1. Tá 10 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, var Leif Niclasen aftur uppá spæl, og skoraði til 2 1. Lítla løtu seinni sendi bóltsnillingurin hjá EB Streymi, Hans Pauli Samuelsen, eina kanónkúlu avstað og skoraði til 3 1. Stutt fyri leiklok avgjørdi Levi Hansen dystin og skoraði til 4 1 HB TB 3 0 HB vann 3 0 á TB í Gundadali. Longu í fyrstu sekundunum legði Andrew av Fløtum HB á odda. Eftir 10 minuttir gjørdist støðan 2 0 tá Christian Mouritsen setti bóltin í málið eftir inlegg frá Símun Samuelsen. Stutt inn í seinna hálvleik skoraði Kristin Mouritsen til endaliga úrslitið 3 0. 07 Vestur AB 1 1 Í botndystinum í Sørvági megnaði hvørki av liðunum av vinna, og endaði dysturin 1 1. Tað var AB, sum kom á odda stutt fyri hálvleik við málið frá Rógva Poulsen. Tá 10 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki javnaði Gunnleif Olsen fyri 07 Vestur. Hvørki 07 Vestur ella AB megnaðu at fáa fleir mál fyri at avgerða dystin, og gjørdist endaliga úrslitið tí 1 1. ÍF NSÍ 3 3 Tað var spenningur til seinasta bríksl í dystinum ímillum ÍF og NSÍ. Úrslitið gjørdist 3 3 eftir at NSÍ hevði verið á odda 3 0. Tá hálvur tími var leiktur legði Andy Olsen NSÍ á odda. Andy var eisini maðurin, ið skoraði til 2 0, og bert fáir minuttir seinni gjørdist støðan 3 0 tá Árni Frederiksberg skoraði uppá beinleiðis fríspark. So var dysturin avgjørdur, hildu tey flestu, men 15 minuttir fyri leiklok minkaði Høgni Madsen til 3 1, og lítla løtu seinni skoraði Bartal Eliasen til 3 2. Og í seinasta sparkinum í dystinum megnaði Clayton Soares at javnað fyri ÍF, og tryggjaði teimum samstundis tað eina stigið. Víkingur KÍ 1 1 Fríggjakvøldið leiktu Víkingur og KÍ 1 1 í Gøtu. Tað var fyrrverandi KÍ leikarin, Filip Djordjevic, sum legði Víking á odda beint fyri hálvleik. KÍ fekk útjavnandi málið tá hálvur tími var eftir at leika, tá Páll Klettskarð skoraði. Hóast bæði liðini royndu at trýsta, so komu ikki fleiri mál í dystinum. Poula Ø. Mohr legði bragdliga fyri í dag. Hon var í fyrstu finaluni, sum var 100 m. blandað. Poula kom fyrst á mál við tíðini 1.03.78, og har við tók hon seks ára gamla metið hjá Elspu Mørkøre frá 2007, sum var 1.04.17. í 4x50 m. kappingini hjá kvinnum var øgiligur spenningur. Suðuroyar svimjifelag og gir fylgdust so at siga allan vegin. gir kom fyrst á mál við tíðini 1.47.04, sum hevði verið nýtt føroyskt met, men tíverri fyri tær, blivu tær kolldømdar. Suðuroyar Svimjifelag var næstan einki aftan fyri, og tí var teirra tíð á 1.47.15, eisini nóg mikið til at taka føroyska metið. Gamla metið var 1.47.37. Tá kappingin var liðug blivu ársins svimjarar valdir. Hjá kvinnunum bleiv tað Poula Ø. Mohr, sum setti tvey nýggj føroysk met í hesari FM kappingini. Hjá monnunum bleiv tað Pál Joensen. Pál vann eina rúgvu av heiðursmerkjum í hesari kappingini og setti eisini nýtt føroyskt met sum einstaklingur og í liðkapping. Pál Joensen hevur nú vunnið væl yvir hundrað FM heiðursmerkir, har stóri parturin av teimum eru gull. Síðstu FM finalurnar í svimjing eru á skránni í dag, og sjónvarpið sendir tær beinleiðis frá klokkan 17.00 19.00. Frásøgumenn eru Suni Merkistein og Rókur í Jákupsstovu. Tá finalurnar eru lidnar, verða ársins svimjarar hjá kvinnum og monnum eisini vald. Teir fýra Róland Toftum, Sigmundur Mørkøre, Høgni Simonsen og Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag settu í morgun nýtt føroyskt juniormet í 4x50 metra frísvimjing, tá ið teir á FM JM 2013 vunnu føroyska juniormeistaraheitið við tíðini 1 38.48. Gamla juniormetið, sum gir átti, var 1.39.83 Nummar tvey bleiv gir Helgi á Fløtti, Hjørtur á Fløtti, Bjarni M. Petersen, og Kári J. á Høvdanum við tíðini 1.44.16. Pál Joensen, Poula Øssursdótir Mohr, og kvinnuliðið hjá gir settu í dag nýggj føroysk FM met. Afturat tí kláraðu Kristina Elin Thomsen og Markus Joensen at seta nýggj juniormet. Pál Joensen kom fyrstur á mál í 100 metur bringusvimjing við tíðini 1.03.00. Pál átti sjálvur gamla metið sum var 1.03.90. Í hølinum á Páli kom Markus Joensen við tíðini 1.04.77, sum er nýtt juniormet. Poula Øssursdóttir Mohr vann 200 metur firvaldssvimjingina. Hon kom á mál við tíðini 2.23.25. Gamla metið, sum Kristina Elin Thomsen átti, var á 2.25.36. Kristina Elin Thomsen svam sína skjótastu tíð nakrantíð á teininum, og bleiv nummar tvey við tíðini 2.25.26, sum er nýtt juniormet. gir kvinnurnar vunnu stafettina og settu samstundis nýtt føroyskt met. Tær komu á mál við tíðini 4.25.43. Tær ið svumu fyri gir vóru Birita Debes, Victoria Eysturdal, Turið S. Christiansen og Astrid Foldarskarð. Júst tær somu vunnu FM í fjør, og tær áttu eisini gamla metið á 4.27.11. FM í svimjing er aftur á skránni í morgin. Sjónvarpið sendir beinleið frá 17.00 til 19.00 U19 landsliðið hjá kvinnum, sum í hesum døgum luttekur í mini kapping í Vilnius í Litava, megnaði í dag at spæla javnleik 0 0 ímóti Litava. Hóast tað vóru tær litavisku genturnar, ið høvdu bóltin meir, so sýndi føroyska liðið ein fram úr stríðsvilja og hugburð allastaðni á vøllinum, og tá saman um kom, so vóru tað føroysku genturnar, ið spældu seg til teir størru málmøguleikarnar í dystinum. Tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð, var einki mál komið, og tí skuldi dysturin avgerast við brotssparkskapping. Her dróg Litava longra stráðið, og vann 4 3. Eftir dystin varð Ásla Johannesen vald til dagsins leikara á føroyska liðnum. Fyrr í dag vann Wales 1 0 á Aserbadjan, og í gjár eydnaðist tað eisini walisisku gentunum at fáa øll stigini, tá tær í allarseinasta minutti skoraðu sigursmálið í 1 0 sigri á Litava. Wales og Føroyar møtast sunnudagin. Víkingur og KÍ fingu eitt stig í part í Gøtu í kvøld. Víkingur kom á odda í 42. minutti við sera flottum máli frá Filip Djordjevic. Uppgávan hjá KÍ bleiv ikki lættari, tá Ivan Joensen bleiv útvístur tíðliga í seinna hálvleiki, tá hann fekk sítt seinna gula kort. Men hóast KÍ spældi við tíggju móti ellivu, leitaðu teir eftir møguleikanum. Og tá 63 minuttir vóru spældir, eydnaðist tað Pálli Klettskarð at javna. Tað ið eftir var av dystinum høvdu bæði liðini møguleikar at avgera dystin, tó uttan at tað eydnaðist. Dystargongd. Ivan Joensen og Páll A. Klettskarð, Ísak Simonsen, Niclas Niclassen og Henry Heinesen. Hinir dystirnir í 9 umfari verða spældir sunnudagin EB Streymur B36 HB TB ÍF NSÍ 07 Vestur AB Bólturin er á skránni sunnudagin klokkan 14.55, og har verður beinleiðis frásøgn frá dystinum millum EB Streym og B36. Fylgt verður eisini við hinum dystunum og øðrum ítrótti. Finalurnar ið verða sendar teir tveir tímarnar eru í hesari raðfylgjuni. Umframt sjálva svimjingina eru beinleiðis samrøður við svimjarar og onnur. Ein samrøða verður við Rod Gilmour, ítróttarsjournalist, sum er komin til Føroya at vitja. Rod Gilmour hevur millum annað skriva fyri The Telegraph, og skrivar í løtuni eina bók um Pál Joensen. Frásøgumaður er Suni Merkistein, og Rókur í Jákupsstovu er viðmerkjari. 400 frí kvinnur 100 firvald menn 400 frí menn 100 bringa kvinnur 50 rygg menn 200 rygg kvinnur 100 blandað menn 400 blandað kvinnur 100 bringa menn 50 frí kvinnur 4x100 blandað kvinnur 4x100 frí menn Makrelur er ein tann týdningarmesti fiskurin, vit hava. Tí eri eg sera nøgd, nú vit gera fleiri kanningar, sigur norski fiskimálaráðharrin, Lisbeth Berg Hansen. Endamálið er at fáa meira at vita um, hvussu makrelurin ferðast, og hvussu nógvur makrelur er í norskum sjógvi. Henda vitan er neyðug fyri at fáa semju við Føroyar og Ísland um nýtt kvotubýti og samstundis tryggja burðardygga veiðu, ljóðar úr norska Fiskimálaráðnum. Lars Olsen heldur fram í starvinum sum føroyskur landsliðsvenjari. Upprunaligi sáttmálin hjá honum gekk út við árslok 2013, men er í dag longdur til 31. desember 2015. Heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum skrivar, at partarnir hava verið sera væl nøgdir við samstarvið higartil. Lars Olsen hevur annars verið settur í samband við fleiri venjarastørv í donsku Superliguni seinastu mánaðarnar, men tað verður also føroyska A landsliðið, ið danin fer at stjórna komandi árini. Næsta stóra uppgávan hjá Lars Olsen og føroyska fótbóltslandsliðnum verður um fýra vikur, tá Írland og Føroyar møtast í Aviva Stadion í Dublin, í undankappingardysti til HM 2014. Besta liðið hjá gir setti í gjárkvøldið nýtt føroyskt met í 4x100 metra frísvimjing, tá ið tær á FM JM 2013 gjørdust føroyameistarar við tíðini 3 55.91.Gamla metið hjá teimum frá FM JM í fjør var 3 58.58. Svimjararnir vóru nágreiniliga tær somu sum í fjør við eini eitt sindur ørvísi raðfylgju Victoria Wigant Eysturdal, Cecilia Eysturdal, Astrið Foldarskarð og Birita Debes Sí úrslitalistan her . Guðrun Mortensen úr Suðuroyar Svimjifelag setti í gjárkvøldið nýtt føroyskt juniormet í 100 metra bringusvimjing, tá ið hon í finaluni í FM JM 2013 gjørdist føroyameistari við tíðini 57.62. Metið hjá henni frá FM JM í fjør var 58.31. Svimjing.com skrivar, at nú er heilt stutt niður til føroyska metið hjá Elspu Mørkøre, sum er 57.41 frá kapping í Danmark í 2007. Markus Joensen úr Havnar Svimjifelag setti fyri løtu síðani nýtt føroyskt juniormet í 100 metra bringusvimjing, tá ið hann á FM JM 2013 svam teinin uppá 1 05.82. Metið hjá honum frá stevnu í Vági í mars 2013 var 1 06.26. Heimasíðan hjá svimjisambandinum skrivar, at Markus fer víðari til finaluna í kvøld við bestu tíð ímóti serliga Bartali Hestoy og Páli Joensen, sum tóku sær eitt sindur meira av løttum í morgun. Sí úrslitalistan her. Tað fekk Mentanarnevndin hjá løgtinginum at vita fyrr í vikuni, tá Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, var í samráði í nevndini. Samráðið var fyrst og fremst um lýsingar og ískoytisveitingar hjá Kringvarpinum. Landsstýrismaðurin sigur, at sambært lógini um Kringvarpið kann landsstýrismaðurin áseta reglur um kunngerðir, lýsingar og sponsorering. Síðan lógin varð samtykt í 2006, hevur, mær vitandi, einki serstakt ynski verið um at gera serligar reglur um hesi viðurskifti, sigur Bjørn Kalsø. Men misnøgd hjá hinum miðlunum ger, at Mentamálaráðið nú fyrireikar broytingar. Men lýsingarspurningurin eigur at vera viðgjørdur heilt yvirskipað í eini breiðari semju um miðlapolitikk landsins, sigur landsstýrismaðurin. Føroyska U19 kvinnulandsliðið, sum í hesum døgum luttekur í mini kapping í litaviska høvuðsstaðnum Vilnius, tapti í gjár fyrsta dystin í kappingini. Mótstøðuliðið var Aserbadjan, sum vann 3 0, eftir 2 0 leiðslu í steðginum. Fótbóltssamband Føroya skrivar, at hóast talan var um ein javnan og vælspældan dyst, so kendu føroysku genturnar ikki sína vitjunartíð, meðan tær úr Aserbaijan vóru effektivari, og fingu mál upp á sínar møguleikar. Stutt fyri leiklok vóru føroysku genturnar heilt nær við at minka um munin, tá bólturin í tveimum umførum brast á tvørtræðið. Nógvi hitin í Vilnius í hesum døgum setti eisini sín dám á dystin. Um miðan fyrra hálvleik og miðan seinna hálvleik var steðgur í spælinum í ein til tveir minuttir, so leikararnir kundu fáa sær vatn. Tá dysturin varð bríkslaður í gongd vóru millum 25 og 30 hitastig á LFF Leikvøllinum í Vilnius. Eftir dystin varð Jensa Olsen, ið dagliga spælir við Víkingi, vald til dagsins leikara á føroyska liðnum. Umframt Føroyar og Aserbadjan, eru Litava og Wales eisini við í kappingini, og í dag skulu føroysku genturnar royna seg ímóti vertslandinum, Litava. Hesar eru við á føroyska liðnum. Lea Reginsdóttir, Kára Jarnskor, Katrina Akursmørk, Hildur Egilsdóttir, Rebekka Johannesen, Ásla Johannesen, Margunn Lindholm, Jensa Olsen, Annika Wardum, Rúna Jacobsen og Erla Petersen. Innskiftingar eru Beinta Danielsen, Rannvá Mortensen, Silja Johannesen, Marita á Fríðriksmørk, Maibritt Reynheim og Tóra Olsen. Óbrúktir leikarar eru Hanna Poulsen. Venjari er John Petersen. Hjálparvenjari er Ingun Hansen. Bjargingarliðini sum hava grava í húsatoftunum eftir tí níggju hæddir høga húsinum sum raplaði hava nú funnið enn fleiri deyð. Nógv av teimum deyðu eru funnin í trappunum, har tey hava roynt at finna sær skjól tá vanlukkan hendi. Fleiri túsund fólk høvdu arbeiði á hesi klædnaverksmiðjuni, og minst 3.000 vóru til arbeiðis vanlukkudagin seinast í apríl. Nýggjasta talið á deyðum er 1035, sambært herinum í Bangladesj. Arbeiðsloysið í Grikkalandi er nærum trífalda síðani evru kreppan rakti landið í 2009, skrivar norska tíðindastovan NTB. Fesku tølini vísa hvussu álvarslig tann fíggjarliga støðan er í suðurevropeiska ES landinum, ið hevur verið noytt at spara í almennu útreiðslunum fleiri ferðir fyri at fáa altjóða hjálp at bjarga búskapinum. Fyri at fáa altjóða fyritøkur at seta ung í starv er minstalønin lækkað við heili 32 prosentum hjá ungum undir 25 ár. Enn hevur lækkingin tó ikki merkt at fleiri hava fingið arbeiði, bara minni í løn til tey sum hava arbeiði. Tað sigur Løgtingsins umboðsmaður, sum hevur viðgjørt klagu um realitetsviðgerð av einum máli um skikkaða eftirløn hjá einum lærara, sum misti starvið vegna sjúku. Umboðsmaðurin sigur, at hóast Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum í 2008 ásannaði, at neyðugt var við eini mannagongd um, hvussu mál um skikkaða eftirløn skulu viðgerast, varð eingin mannagongd gjørd. Umboðsmaðurin heldur tað vera átaluvert, at Lønardeildin ikki hevur gjørt hesa mannagongd og heitir á Lønardeildina um at taka málið hjá klagaranum til viðgerðar og lata seg frætta, tá avgerð er tikin í málinum. Rættindum, sum Føroyar longu í 1972 bundu seg til at hava. Føroyar, Danmark og Grønland fara í dag til hoyringar um semingina um búskaparlig, sosial og mentanarlig rættindi, stytt CESCR sáttmálin, sum ST aðalfundurin samtykti í 1966. Í sáttmálanum binda londini seg til at tryggja fólki rættindi til arbeiði, heilsu, útbúgving og nøktandi liviumstøður. Sáttmálin kom í gildi í Føroyum í 1972. Hoyringin í dag verður í Geneve. Hoyringin byggir á frágreiðing, sum Danmark saman við Føroyum og Grønlandi læt ST í 2009. Niðurstøðan almenn Embætisfólk á Løgmansskrivstovuni og í Almannamálaráðnum eru farin til Geneve at svara fyri Føroyar í hoyringini. Mannarættindasáttmálarnir hjá ST áleggja londunum nakrar skyldur, sum skulu tryggja mannarættindini. Londini skulu fjórða hvørt ár lata inn frágreiðing, sum skal lýsa, hvussu landið fylgir ásetingunum í sáttmálunum. Í seinasta lagi fýra ár eftir, at frágreiðingin er latin, skipar ST fyri eini hoyring. Ein ST serfrøðinganevnd stendur fyri hoyringini. Nevndin tekur síðani samanum og kemur, um tað er neyðugt, við tilmælum um, hvussu landið betur kann fylgja ásetingunum í sáttmálanum. Niðurstøðurnar hjá serfrøðinganevndini verða almennar tá nevndin hevur tosa nærri um tær. David Moyes hevur skrivað undir seks ára sáttmála við Manchester United. Hann tekur við starvinum, tá hetta kappingarárið er liðugt. David Moyes er nógv virdur í bretskum fótbólti, tí hann hevur fingið sera góð úrslit við Everton, hóast felagið ikki hevur so nógvan pening, sum tey stóru feløgini í Premier League. David Moyes bleiv Everton venjari í 2002. Í 2005 spældi felagið seg í Champions League, og í 2009 kom Everton í FA Cup finaluna, sum felagið tó tapti 1 2 fyri Chelsea. Eitt sindur um David Moyes. Yrkisleið sum leikari. Ár, felag, dystir og mál. Tilsamans. Yrkisleið sum venjari. Tað er lagt upp til nógvar spennandi løtur, tá ið Svimjihøllin í Gundadali nú hósdagin til leygardagin 9. til 11. mai 2013 verður karmur um ársins Føroyameistarastevnu og Juniormeistarastevnu í svimjing, við luttøku av okkara allarfrægastu svimjarum. Kappast verður um Juniormeistaraheitini um morgunin og Føroyameistaraheitini um kvøldið, við beinleiðis sjónvarping av finalunum um kvøldið. Pál Joensen er heilt greitt størsti profilur á stevnuni, nú hann nærkast sínum 100. heiðursmerki á Føroyameistarastevnu. Hann er tilmeldaður í 15 einstaklingakappingum, og fer væntandi at røkka hesum 100. heiðursmerki á júst hesi stevnu. Afturat honum eru nógvir svimjarar, ið hava tikið seg nógv fram í seinastuni. Bartal Hestoy úr Havnar Svimjifelag er sterkur, serliga í blandaðari svimjing og bringusvimjing, meðan liðfelagin Óli Mortensen er serliga góður á teimum langu fríteinunum. Poula Ø. Mohr úr Havnar Svimjifelag setur met í blandað og firvald, meðan tær báðar Birita Debes og Astrið Foldarskarð úr gir skara framúr á teimum stytru teinunum. Afturat teimum eru fleiri sum í seinastuni hava svomið sera skjóttupp í móti og betri enn bestu føroysku tíðir nakrantíð. Tilsamans verða eini 25 mans og 36 kvinnur, sum hesar tríggjar dagarnar fara at dystast um at verða best í Føroyum. Kringvarp Føroya sendir einleiðis frá finalunum frá klokkan 17.00 til 19.00 hvønn dag. Tað ber eisini til at fylgja við úrslitunum beinleiðis. Heimasíðan svimjing.com fylgir eisini neyvt við gongdini í FM og JM, við myndum og varping frá serliga juniorkappingini um morgunin. Floksstjórn Miðfloksins heitir á politisku umboðini hjá flokkinum og samgonguna, at taka upp til viðgerðar sparingarnar, sum verða framdar á eldraøkinum, fyri at finna loysnir, so støðið á eldraøkinum kann varðveitast og mennast. Floksstjórn Miðfloksins heldur, at sparingarnar, sum nú raka eldraøkið, eru óvirðiligar, bæði fyri búfólk, avvarðandi og starvsfólk. Samgongan eigur alt fyri eitt at finna neyðugu pengarnar til at tryggja framhaldandi góða og virðiliga eldrarøkt, sigur floksstjørnin hjá Miðflokkinum í tíðindaskrivi. Eisini Javnaðarflokkurin hevur í dag sent út tíðindaskriv, sum tekur frástøðu frá núverandi politikkinum hjá samgonguni á eldraøkinum. Tað kann ikki góðtakast, at búfólk á eldraøkinum fáa minni røkt, verri kost, færri ítrivstilboð, longri bíðitíðir, minni reingerð og ótryggari umstøður. Heldur ikki kann tað góðtakast, at starvsfólk mugu renna skjótari, at faklærd starvsfólk verða útskift við bíliga arbeiðsmegi og at spart verður í náttarvaktum og eftirútbúgving, sigur Javnaðarflokkurin millum annað. Klokkan 11.00 fyrrapartin fór mótmælisgonga út í Almannamálaráðið, har tey skulu handa Anniku Olsen, landsstýriskvinnu við almannamálum, eitt mótmælisskriv. Tað var leygardagin, at leiðslan fyri Eysturoyar Røktar og ellisheim boðaði frá, at sparingarnar innan eldraøkið fara at raka búfólkini á ellisheiminum. Boðað varð frá, at sparingarnar millum annað fara at hava við sær, at tey eldru búfólkini koma at liggja meira í seingini, fáa færri venjingar, og at tað verður longri ímillum, at tey eldru sleppa í bað. Skorið verður eisini í reingerðini. Eisini á Tjarnargarði í Havn raka sparingarnar. Har hevur leiðslan gjørt av at spara eina av trimum náttarvkatum burtur og minka um reingerðini sum heild. Stovnurin hevur í seinastuni roynt at leggja til rættis sparingarnar, sum skyldast, at játtanin hevur staðið í stað, samstundis sum lønirnar eru hækkaðar. Hóast tað eru fáir tímar síðani, at Manchester United kunngjørdi, at Sir Alex Ferguson gevst í Manchester United, eru veddingarfyritøkurnar longu klárar við nøvnum, sum kunnu taka við eftir Sir Alex Ferguson . Veddingarfyritøkan Bet 365 hevur gjørt ein lista, og har eru fleiri fyrrverandi leikarar millum nøvnini. Jose Mourinho er tó favoritturin, meðan David Moyes, sum er venjari hjá Everton, eisini verður mettur sum eitt gott boð. Listin hjá Bet 365 er Jose Mourinho, David Moyes, Jurgen Klopp, Ole G. Solskjær, Carlos Qeiroz, Laruent Blanc, Ryan Giggs, Fabio Capello, Martin O Neill, Eric Cantona, Roy Keane, Mark Hughes, Steve Bruce, Steve McClaren, Paul Lambert, Brendan Rodgers og Malky Mackay. Alex Ferguson hevur verið venjari hjá Manchester United síðani 1986, men nú takkar hann fyri seg. Manchester United skrivar á heimasíðuni, at skotin gevst, tá hetta kappingarárið er liðugt. 71 ára gamli, Alex Ferguson, er ein livandi legenda í bretskum fótbólti, og hann hevur vunnið eina rúgvu 13 Premier League steyp, 5 FA Cup steyp, 4 Liga Cup steyp, og tvær ferðir hevur hann vunnið Champions League. Alex Ferguson hevði í dag samrøðu við BBC. Har takkaði hann leikarum og fjepparum fyri tíðina, og gav teimum heiðurin fyri tey mongu góðu úrslitini. Sum skilst, so gevst Alex Ferguson ikki heilt í Manchester United. Hann verður ikki venjari, men heldur fram í onkrum øðrum arbeiði. Venjarayrkisleiðin hjá Sir Alex Ferguson 1974 1974 1978 1978 1986 1985 1986 1986 2013 East Stirlingshire St. Mirren Aberdeen Skotland Manchester United Men um farið verður undir at fáa ráevnini upp, er framvegis ikki greitt, tí ein kinesisk fyritøka hevur sagt seg vilja rinda 70 prosent av útreiðslunum, sum vera einar 2,7 milliardir krónur. Fyrst skal nýggja landstingið samtykkja sonevndu stórskalalógina, sum undanfarna landstingið samtykti. Eftir tí lógini, kunnu útlendsk feløg, koma við egnum arbeiðsfólkum, sum verða lønt eftir avtalum í heimlandinum. Tað kann bert gerast, um grønlendsk arbeiðsmegi ikki er til taks. Stórar nøgdir av zinki eru funnar í sitronen fjørðinum í landnyðringspartinum av GRønlandi, og økið verður mett sum tað torførasta at virka í. 32 milliardir í 14 ár Tað er australska felagið, Ironbark Zinc, sum skal fara undir arbeiðið, og felagið hevur kunngjørt eina kanning, sum skal vera grundarlag fyri eini umsókn til grønlendska sjálvstýrið, skrivar Politiken. Í frágreiðingini sæst, at felagið hevur ætlanir um at útvinna zink og onnur evni fyri 32 miljardir krónur, tey næstu 14 árini. Eitt kinesiskt verkfrøðingafelag skal fíggja útreiðslurnar, sum eru uppá 2,7 milliardir krónur, sigur stjórin í australska felagnum, Jonathan Downes, við blaðið. Og uttan kinesiska arbeiðsfólkið, er neyvan grundarlag at fara undir ætlanina, sigur hann. Tað er torført at fáa fígging, og tey sum seta pengar í, vilja hava vinning. Tí verður torført at fáa ætlanina at hanga saman, uttan bíliga kinesiska arbeiðsmegi, sigur Jonathan Downes. Tí bíðar felagið nú eftir, at nývalda landstingið skal samtykkja stórskálalógina, so bíliga kinesiska arbeiðsorkan kann flyta til Grønlands. Gasstangabilurin fór í luftina á motorvegnum í býarpartinum Ecatepec. 18 fólk eru vátta deyð, meðan fleiri tíggjutals eru løstaði. Myndugleikarnir hava ikki vátta tey endaligu tølini fyri hvussu nógv eru deyð og hvussu nógv sum eru løstaði, tí bjarginarliðini halda fram við at leita. Eitt stórur biti av tangabilinum bleiv sendur fleiri hundra metrar gjøgnum luftina, og lendi á takinum á einum húsið og helt fram niður á nakrar bilar sum stóðu parkeraðir. Tað vildi verið ein stórur búskaparligur fyrimunur fyri Bretland, um landið fór úr ES, sigur fyrrverandi konservativi fíggjarmálaráðharrin. Nógv orðaskifti er í Bretlandi í løtuni um limaskpain í ES, og Nigel Lawson hevur nú lagt seg útí orðaskiftið. Hann sigur, at búskparligu fyrimuninir hjá Bretlandi at standa uttanfyri ES, ery eyðsýndir. Hann skuldsetur ES at verða blivið eitt pamparaveldi, og alt tosið um eitt europeiskt stórveldi er burturvið, og í hvussu so er einki fyri Bretland. Leggur trýst á Cameron Boðini frá Lawson koma fáar dagar eftir, at nýggju bretski tjóðskaparflokkurin, UKIP, sum er ímóti bretska limaskapinum í ES, fekk stóra undirtøku á kommunuvalinum. Boðini frá flokkinum eru, at Bretland skal taka seg úr ES, sum skjótast. Og tað leggur trýst á bretska forsætisráðharran, David Cameron Nigel Lawson var fíggjarmálaráðharri í stjórnini hjá Thatcher frá 1981 til 1989, og er ein av tungu dreingjunum í Konservativa flokkinum. Nigel Lawson situr í yvirhúsinum, har hann varð valdur í 1992. Uppskotið er, at veiðigjaldið verður 75 oyru fyri kiloð av makreli og 35 oyru fyri kiloð av sild. Málið hevur verið til viðgerðar í vinnunevndini, har meirilutin tekur undir við uppskotinum, meðan umboðini hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi mælir til at vraka uppskotið. Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi mæla heldur tinginum til at samtykkja eitt uppskot, sum flokkarnir hava lagt fyri tingið, har stórur partur av rættinum at fiska makrel og sild í ár heldur verður selt á uppboði. 112 milliónir krónur Við uppskotinum um veiðigjald, roknar landsstýrið við at fáa inn 112 milliónir veiðigjaldi og knappar 4 milliónir krónur í avreiðingargjaldi. Eftir ætlan skal tingið halda sín seinasta fund áðrenn summarstøðgin í morgin, og alt bendir á, at vikið verður frá ringskipanini, so at hetta málið verður endaliga avgreitt í morgin. Eftir at skotska oljufelagið, Cairn Energy, einki fekk burturúr at leita eftor olju í Grønlandi í 2010 og í 2011, fer Mærsk nú at fyrireika royndarboringar í Grønlandi. Felagið fer at kanna, um tað loysir seg at bora í Baffin Víkini, útfyri Upernavik. Verður tað hildið ráðiligt, so er ætlanin at royndarbora frá 2014 til 2017, eftir avtalu við myndugleikarnar. Umstøðurnar kunnu vera truplar, og tí verður roknað við, at hvør boringin fer at kosta eina miljard krónur. Ikki givið skarvin yvir Cairn Energy hevur kortini ikki givið skarvin yvir í Grønlandi, og ætlar saman við øðrum feløgum at gera kanningar og kanska eisini royndarboringar. Felagið nýtti í 2010 og í 2011 sjey miljardir krónur til royndarboringar við oynna Disko, útfyri Illulisat, sum liggur nakað sunnanfyri Upernavik. Funnar vórðu slóðir av olju, men ikki nóg mikið til vinnuligt endamál. Amerikanski kanningarstovnurin, USGS, vil vera við, at tað finst olja og gass, svarandi til 17 miljardir tunnur av olju á leiðunum í Vesturgrønlandi Uppskotið til løgtingslóg um embæti og størv í fólkakirkjuni, sum løgtingið nú hevur samtykt óbroytt, fer ikki at broyta avgerðina hjá Mentamálaráðnum í orrustuni millum kirkjuráðini í Vestmanna og í Vágum um setan av sóknarpresti. Tað ger Mentamálaráðið púra greitt í brævi til biskup, dagfest tann 2. mai. Mentamálaráðið staðfestir, at tað ber ikki til at koma til aðra niðurstøða enn hana, at tað eru kirkjuráðini í báðum prestagjøldunum, sum stilla inn prest. Tænastuskyldan Mentamálaráðið vísir á, at tað ikki ber til at leggja annan týdning í orðingina í kongligu fyriskipanini frá 1986 um at embæti verður skipað í Norðstreymoyar prestagjaldi, enn at har skal sóknarpresturin hava bústaðarskyldu. Greitt er longu í kongligu fyriskipanini, at embæti skal hava tænastuskyldu báðumegin Vestmannasund, sigur Mentamálaráðið. Sostatt fær kirkjuráðið í Vestmanna ikki viðhald í, at tað bert eru kirkjuráðini í Norðstreymoy, sum eiga at innstilla prestin, hóast kirkjuráðið júst hevur víst á kongligu fyriskipanina frá 1986. Eingin annar møguleiki Mentamálaráðið sigur, at rættast hevði verið, at tá lógin kom í gildi í 1999 áttu kirkjuráðini í bæði Norðstreymoyar og Vága prestagjaldi at virka við í setanaratilgongdini av sóknarpresti. Annar møguleiki er ikki, sigur Mentamálaráðið. Fyrra hálvfinala 29. mai Víkingur NSÍ KÍ EB Streymur Seinna hálvfinala 7.august NSÍ Víkingur EB Streymur KÍ Finalan verður 24.august Guðmundur Joensen luttók leygardagin í stórari Ironman kapping í Lisabon. Tað gekk so væl, at hann kom á mál við tíðini 4 tímar 2 minuttir og 46 sek, og við hesi tíð gjørdist nummar 5 í kappingini. Ironman er 1,9 km svimjing á sjónum 90 km súkkling og 21,1 km renning. Guðmundur kom, saman við trimum øðrum, fyrstur úr sjónum og legði seg á eitt triðja pláss í súkklingini, til eitt tekniskt brek hendi við súkkluni. Hetta gjørdi, at hann mátti steðga og fáa súkkluna í ordan aftur. Men hann kom skjótt aftur í oddin, og fór sum nummar 5 út á renniteinin. Hóast nógva hitan, 25 30 hitastig, rann hann trygt á mál og gjørdist nummar 5 í kappingini. Løgtingið hevur samtykt at broyta lógina fyri Heilsutrygd. At Heilsutrygd skal rinda meir, fer ikki at kosta eyka, tí tey sum keypa nógvan heilivág skulu rinda einar 30 krónur meira um mánaðin ístaðin. Málið hevur verið til viðgerðar í rættarnevndini, men meirilutin umboðini fyri samgonguflokkarnar og Javnaðarflokkin tekur ikki undir við uppskotinum, og mælir frá at samtykkja tað. Meirilutin sigur í álitinum, at rættarnevndin er samd um, at uppskotið er gott grundarlag undir einari nýggjari stjórnarskipan. Men nevndin hevur ikki havt stundir at geva málinum ta viðgerð, tí tørvar. Løgmaður hevur greitt rættarnevndini frá, at einki stendur í samgonguskjalinum um nýggja stjórnarskipanarlóg. Men hendir einki í málinum fer hann at taka málið til viðgerðar í landsstýrinum og fyrireika ein leist fyri, hvussu arbeiðið kann halda fram, og síðani fyrireika uppskot um nýggja stjórnarskipan, sigur meirilutin. Minnilutin, umboðið fyri Tjóðveldi, sigur, at stjórnarskipanaruppskotið hevur ikki fingið ta rúmd og viðgerð í rættarnevndini, sum eitt slíkt mál eigur at fáa. Hóast tað, heldur minnilutin uppskotið verða so mikið væl úr hondum greitt, at hann mælir tinginum til at samtykkja tað. Fýra lið eru nú eftir í ársins steypakapping hjá monnum, eftir at Víkingur, KÍ, NSÍ og EB Streymur hava spælt seg víðari til hálvfinalurnar. ÍF, NSÍ, KÍ og EB Streymur eru í bollanum í kvøld. Sendingin byrjar klokkan 19 15, og umframt lutakastið, verða øll málini í fjórðingsfinalunum at síggja í sendingini í kvøld. Fyrru hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið verða spældar mikudagin 29. mai, meðan seinnu hálvfinalurnar verða spældar mikudagin 7. august. Finalan verður á Tórsvølli leygardagin 24. august. Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, hevur hug at spyrja formannin í Fíggjarnevndini, Bárður Nielsen, nakrar spurningar. Men Bárður Nielsen hevur ikki havt stundir at vera í tingsalinum. Tí eftirlýsti Jenis av Rana hann fyri løtu síðani. Í tingsalinum eru annars fáir tiunglimir at síggja í dag, har millum annað meirlutin hevur avvíst at broyta forsorgarlógini so møguligt verður at koma í gongd við at byggja eitt sonevnt Fountainhús í Føroyum. ætlanin við hesum húsinum er at hjálpa fólki við sálarligum sjúkum at fóta sær aftur. 30 atkvøddu fyri, ein ímóti og eingin var blonk. Rok var um málið, tí sambært uppskotinum skuldu fakfeløgini boða frá verkfalli 48 tímar frammanundan. Tað fekk 25 fakfeløg at skriva undir eitt mótmæli. Tá avtornaði skeyt ein samd vinnunevnd upp at strika regluna um fráboðanarfreist, og tað varð einmælt samtykt við aðru viðgerð. Og fyrrapartin avgreiddi tingið so lógina um semingsstovnin. Tað er greitt eftir vitjanina hjá umboðum fyri Air France KLM í Føroyum í síðstu viku. Tey høvdu fundir við umboð fyri ferðavinnuna, vinnulívið, myndugleikarnar og Vága Floghavn. Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn, sigur, at Air France KLM og Vága Floghavn hava avtalað fund aftur í aðru viku, men hann vil einki siga um, hvat fundirnir snúgva seg um. Tað er er kortini greitt, at Air France KLM fer ikki at flúgva til Føroya í summar. Air France KLM hevur seinastu árini økt virksemi sítt í Norðanlondum, og tað er í hesum sambandi, at felagið eisini hevur víst áhuga fyri Føroyum. Onnur flogfeløg hava eisini áhuga fyri at flúgva til Føroya, men í løtuni bendir einki á, at Atlantsflog fær kapping á Føroya rutuni. Peningurin skal nýtast til at rudda burtur dynamittið, sum varð funnið, tá flogbreytin varð longd. Vága Floghavn hevur lagt peningin út fyribils. Meirilutin í fíggjarnevndini, samgonguflokkarnir og Javnaðarflokkurin, tekur undir við uppskotinum frá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni. Jørgen Niclasen og danski vinnumálaráðharrin, Annette Vilhelmsen, hava avtalað at taka 28 milliónir krónur afturat úr Íleggingargrunninum, og fólkatingið skal eisini viðgera málið. Frammanundan eru tilsamans 365 milliónir krónur tiknar úr grunninum til útbyggingina á flogvøllinum. Vil fella uppskotið Minnilutin í fíggjarnevndini, umboðið fyri Tjóðveldi, mælir til at fella málið. Danska stjórnin hevði fulla ábyrgd av flogvøllinum, tá spreingievnið varð grivað niður, og áttu danskir myndugleikar sjálvandi ábyrgdina av at rudda tað upp, sigur Tjóðveldi. Verður lógin samtykt, merkir tað, at løgtingið góðtekur, at føroyingar rinda ein rokning, sum vit ikki eiga, samstundis sum 28 milliónir krónur verða færri í Íleggingargrunninum til aðrar útbyggingar í Føroyum, sigur umboðið hjá Tjóðveldi í fíggjarnevndini. Málið kemur til aðru viðgerð á tingfundinum í dag. Samgonguflokkarnir í fíggjarnevndini taka ikki undir við uppskotinum, og mæla frá at samtykkja tað. Kristin Michelsen,Sirið Stenberg, Janus Rein og Poul Michelsen hava skotið upp, at Hvalbiar kommuna fær 1,4 milliónir krónur til umvælingina. Meirilutin í fíggjarnevndini vísir á, at slík mál eiga ikki at verða játtað í vanligari lóg, men heldur á fíggjarlógini, og verður hetta uppskotið samtykt, fer tað at skapa grundarlag fyri, at aðrar umsóknir koma. Men meirilutin ásannar, at tað er óheppið, at tingið og landsstýrið gera mun á kommunum, tá talan er um tilburðir, sum ger skaða á ognir hjá kommununum. Fyribyrgja fleiri skaðar Samgonguflokkarnir í fíggjarnevndini siga, at kanska eigur landsstýrismaðurin í kommunumálum at samráðst við kommunufeløgini um at seta á stovn eina kommunalan vanlukkugrunn. Minnilutin, umboðini hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi, mælir til at samtykkja uppskotið. Minnilutin sigur, at til tess at fyribyrgja, at slíkar støður taka seg upp seinni, eiga landsstýrismaðurin saman við kommununum og tryggingarfeløgunum nágreina, nær talan er um undantaksstøðu, og síðani greina ábyrgdarbýtið millum partarnar. Í eini roynd at finna semju í málinum, skjóta Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi í fíggjarnevndini upp at lækka stuðulsupphæddina úr 1,4 milliónum krónum niður í 930.000 krónur. Tað boðar biskupur, Jógvan Fríðriksson, frá á heimasíðuni hjá fólkakirkjuni. Mannagongdin er tann, at tað er tann elsti av teimum yngru prestunum, sum ikki áður hevur prædikað á ólavsøku, sum fer at prædika. Hanus á Gørðum varð prestvígdur í august í 2007 og er prestur í Norðoya vestara prestagjaldi. Samgonguflokkarnir í uttanlandsnevndini taka ikki undir við uppskotinum frá Tjóðveldi og Framsókn um sendistovu, og mæla frá at samtykkja tað. Meirilutin í uttanlandsnevndini sigur, at tað hevur týdning, at føroyingar hava umboðan í Nuuk, nú so stórur áhugi er fyri arktiska økinum. Løgmaður hevur greitt nevndini frá, at hann arbeiðir við eini ætlan um føroyska umboðan í Grønlandi, og ætlanin er at samskifta við vinnuna um málið. Men meirilutin heldur ikki, at tíðin er búgvin at seta sendistovu á stovn í Nuuk. Minnilutin, umboðini fyri Tjóðveldi og Javnaðarflokkin, mælir til at samtykkja uppskotið. Minnilutin vísir á, at íslendingar hava avgjørt at stovna sendistovu í Grønlandi, og íslendskt vinnulív, flutningsfyritøkur og politiskir myndugleikar styrkja støðugt samstarvið við grønlendingar. Umboðini hjá Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum í uttanlandsnevndini vísa á, at løgmaður hevur upplýst, at verður peningur útvegaður ti eina sendistovu ella okkurt slag av umboði í Grønlandi, er landsstýrið til reiðar at fremja ætlanina. HB Eb Steymur Í Gundadali var neyðugt at fara til longda leiktíð, tí eftir 90 minuttir høvdu hvørki HB ella Eb Streymur megnað at sett bóltin í málið. Í longdu leiktíðini kom heldur einki mál, og tí var neyðugt at fara til brotssparkskapping. Her var Eb Streymur liðið, ið dróg longra stráðið og avgjørdi Niels Pauli Danielsen dystin og setti seinasta brotssparki í málið. KÍ ÍF Í Klaksvík var lagt upp til ein spennandi dyst tá ÍF kom á vitjan. Tað gjørdist eisini ein spennandi dystur, og gjørdist endaliga úrslitið 1 0 til KÍ . Tað var málrevurin Páll Klettskarð, sum legði KÍ á odda 1 0 stutt fyri hálvleik. Í seinna hálvleiki royndi ÍF at trýsta fyri at fáa tað útjavnandi málið, men tað eydnaðist ikki, og gjørdist endaliga úrslitið 1 0 til KÍ. Víkingur Fc Suðuroy Í Sarpugerði legði Víkingur hart út í dystinum ímóti FC Suðuroy, tí longu eftir 3 minuttir legði Andr eacute Olsen Víking á odda. Tá 26 minuttir vóru leiktir skoraði Finnur Justinussen til 2 0. 5 minuttir fyri hálvleik minkaði Palli Agustinussen um munin til 2 1. Tíðliga í seinna hálvleiki gjørdist støðn 3 1 til Víking tá Finnur Justinussen setti bóltin í málið. Men Finnur var ikki liðugur við málskjótingina, og 10 minuttir fyri leiklok skoraði Finnur sítt triðja mál, og skoraði til endaliga úrslitið 4 1. Skála NSÍ Á Skála vann NSÍ dystin um Skálafjørðin. Úrslitið gjørist 3 0. Andras Frederiksberg skoraði til 1 0 til NSÍ eftir miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Stutt fyri hálvleik økti Klæmint Olsen til 2 0 eftir horna. Eitt korter fyri leiklok avgjørdi Árni Frederiksberg dystin tá hann setti bóltin í málið til 3 0. Lutakast um hvussu spælast skal í hálvfinaluni verður í 3 2 mánakvøldið Filiph Jojic úr Víf gjørdist stóri sigurharrin hjá monnunum, hann bleiv kosin ársins leikari, ársins áleypari og so gjørdist hann somuleiðis toppskjútti í Atlantic Airways kappingini 2012 13. Hjá kvinnunum var tað Liljan Durhuus úr VÍF Tjaldur ið bleiv ársins leikari og ársins álopsleikari. Ársins stjørnuskot hjá kvinnunum kom eisini úr Vestmanna, Eilin Hansen vann heiðurin, Teitur Magnusson úr Neistanum gjørdist ársins stjørnuskot hjá monnunum Ársins málverjar hjá kvinnunum vóru tað tvær ið vóru javnar í stigum og tí vunnu báðar heiðurin, tær vóru úr Kyndil Tomma Petersen og Marijana Lucic úr VÍF Tjaldur hjá monnunum var tað Mikkjal Hansen úr Neistanum ið gjørdist ársins málmaður. Bestu verjuleikararnir eiga Stjørnan og KÍF, Una Váðklett vann heiðurin hjá kvinnunum meðan Rógvi Weihe vann heiðurin sum ársins verjuleikara hjá monnunum. Ársins venjarar eigur Neistin bæði hjá kvinnunum og monnum, Kári Horn vann heiðurin hjá kvinnum og Áki Mørk bleiv ársins venjari hjá monnunum. Kravið, um at heimið skal halda játtanina, skal ikki ganga út yvir røktina av teimum eldru borgarunum. Tey mugu finna pengarnar aðrastaðni, og tað vóru eisini tey greiðu boðini, eg gav. Orðini hjá landsstýriskvinnuni í almannamálum, Anniku Olsen, koma í kjalarvørrinum á eini nýggjari spariætlan, ið leiðslan á Eysturoyar Ellis og røktarheimi ætlar at seta í verk, nú peningur restar í til raksturin á stovninum. Ein spariætlan, ið leggur upp til, at búfólkini á stovninum liggja meira í seingini, sleppa at røra seg minni, longri verður ímillum at tey sleppa í bað, umframt at sparast eisini skal í reingerðini. Sparingar mugu finnast aðra staðni Annika Olsen, landsstýriskvinna við almannamálum, gjørdist í øðini, tá hon hoyrdi tíðindini á middegi í dag, tí hetta er beinleiðis í stríð við tey boðini, hon hevur givið leiðsluni á Eysturoyar Ellis og røktarheimi. Eg finni meg ikki í, at tað skal ganga út yvir teir eldru borgararnar. Um stovnurin hevur havt eina meirnýtslu, so má tað á ongan hátt ganga út yvir búfólkini, sigur landsstýriskvinnan í almannamálum. Hon heldur, at leiðslan má finna peningin aðra staðni. Landsstýriskvinnan í almannamálum hevur ikki heimildir at blanda seg í raksturin á stovninum, tí talan er um ein sjálvsognarstovn. Kortini fer Annika Olsen so langt mikið langt sum at siga, at spariætlanin er eitt álitisbrot. Tað eru so nógvir stjórar, leiðararar og millumleiðarar í almannaverkinum, at tað má bera til at finna pengarnar uttan at skulu koyra fólk í song klokkan átta. Kravið er ómenniskjaligt, sigur Annika Olsen. Trupulleikar eru í løtuni við beinleiðis útvarpi og sjónvarpi hjá Kringvarpinum. Lurtar tú eftir útvarpinum, kann vera, at tað stundum gleppur ljóðinum. Myndin í beinleiðis sjónvarpi á heimasíðuni er ikki tøk júst nú. Sendingar úr savninum eru kortini ikki fevndar av trupulleikanum. Kringvarpið harmast brekið, sum arbeitt verður upp á at rætta sum skjótast. Boðað verður frá aftur, tá trupulleikin er loystur og brekið rættað. At veðrið má sær lynda, mugu fyriskiparnir av Bátafestivalinum á Toftum 2013 ásanna. Fyrireikarnir høvdu annars ætlað, at Toftir hetta vikuskiftið skuldi verða karmur um árliga bátafestivalin, men hetta verður nú av ongum. Nú veðrið og líkindini eru vánalig, hava fyrireikarnir tískil valt ikki at taka nøkur óráð fyri, og hava tí avlýst tiltakið hetta vikuskiftið. Fyrireikarnir ætla kortini ikki, at bátafestivalurin skal fara aftur við borðinum. Um veðrið loyvir tí, verður árligi bátafestivalurin, ið er vorðin eitt afturvendandi tiltak, hildin komandi vikuskiftið í staðin. Tað vil siga í døgunum frá 10. til 12. mai, upplýsa fyrireikarnir á heimasíðuni hjá Nes kommunu. Tíðindini um at Lars Olsen er á veg til Silkeborg eru óváttað, men danska blaðið vil vera við, at fótbóltsfelagið av álvara liggur framvið at fáa Lars Olsen til høvuðsvenjara. Nú fýra umfør eru eftir av donsku superliguni er Silkeborg í niðurflytingarvanda, og tí er avgerðin um venjarastarvið ikki tikin enn, sambært stjóranum í Silkeborg, Kent Madsen. Tað einasta Kent Larsen vil siga, er, at tað eru bert skandinavar millum venjarauppskotini, og at Lars Olsen er ein góður venjari. Virgar Hvidbro, aðalskrivari, í Fótbóltssambandi Føroya, sigur, at ongin fyrispurningur er komin til FSF um Lars Olsen, og at Lars Olsen sjálvur ei heldur hevur givið nakra sum helst ábending um, at hann skal vera ávegis til annað felag. Vit hava verið og eru sera vælnøgdir við hann sum venjara, sigur Virgar Hvidbro og leggur afturat, at hetta ikki er fyrstu ferð, at tað hevur ljóðað, at Lars Olsen er ávegis til eitt danskt felag, síðani hann gjørdist føroyskur landsliðsvenjari. Hvørjaferð venjaramangul stingur seg upp í Danmark hevur verið dúgliga gitt, og tað sigur nógv um, hvussu stórt og eftirspurt navn hann er í Danmark, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambandinum. Vónin um arbeiði til allar hendur í USA er eitt sindur størri, enn hon hevur verið í fimm ár. Nýggjasta frágreiðingin, um viðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum í landinum, gevur somuleiðis arbeiðsleysum nýggja vón. Í apríl mánað vaks arbeiðsfjøldin í USA við 165.000 fólkum, ið var meira enn væntað. Størsta framgongdin er í privatu vinnuni, har 176.000 fleiri fólk nú hava arbeiði. Innan tað almenna vaks arbeiðsloysið 11.000 fólkum. Arbeiðsloysið í USA var í apríl mánað 7,5 prosent, ið er tað lægsta, tað hevur verið í fimm ár síðani 2008. Samanborið við mars mánað er talan sostatt um eina lítla minking áljóðandi 0,1 prosent. Uppskotið hjá Jóhan Dahl, landsstýrismanni, um nýggju semingslógina kemur til 2. viðgerð í Løgtinginum í dag. Skotið verður upp, at fakfeløg, sum ætla sær í verkfall, skulu boðað frá verkfallinum 48 tímar frammanundan. Umframt tað, er ætlanin at lóggeva um Fasta Gerðarættin, sum skal loysa ósemjur á arbeiðsmarknaðinum. Í vikuni heittu 25 fakfeløg á Løgtingið um ikki at gera seg inn á frælsa samráðingarrættin hjá fakfeløgunum. Arbeiðsgevarar og fakfeløg hava altíð viðurkent, at spurningurin um fráboðanarfreistir er ein samráðingarspurningur, siga tey í yvirlýsingini. Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur hinvegin, at fráboðanarfreistin upp á 48 tímar ger seg ikki inn á verkfallsrættin. Í fleiri umførum seinastu árini hevur framleiðslan at kalla ligið still, tí arbeiðsgevararnir vænta eitt verkfall. Tí er fráboðanarfreistin í nýggju lógini ein skilagóð broyting, heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag. Tingfundurin verður settur klokkan 12. Løgtingið samtykti við triðju viðgerð í gjár endaliga uppskotið til løgtingslóg um embæti og størv í fólkakirkjuni. Sambært lógaruppskotinum skal sóknarprestur taka lært nám í føroyskari kirkjusøgu, kirkjusiðum og embætisførslu, um hann ikki hevur tikið hesi sum lið í kandidatútbúgvingini. Kravið ger, at neyðugt er at skipa serlestur á Fróðskaparsetrinum. Serlesturin verður gjørdur í samstarvi við fólkakirkjuna, sum hevði boðið sær at fíggja áleið helvtina av samlaða árliga kostnaðinum upp á áleið 800 túsund krónur. Ásetingin um serlesturin kemur í gildi tann 1. september 2014. Nýggja lógin setir eisini karmar um øll embæti í fólkakirkjuni, bæði ólønt og samsýnt. 30 atkvøður vóru fyri uppskotinum, og tvær atkvøður vóru ímóti. Landskassin hevur higartil fingið slakar 406 milliónir krónur inn í skatti, og hetta er eitt sindur meira enn fyrstu fýra mánaðirnar í fjør. Ítøkiliga er skattainntøkan økt við 0,37 prosentstigum. Kommunurnar hava higartil í ár samanlagt fingið 460 milliónir krónur inn í skatti, og hetta er 0,91 prosentstig minni enn sama tíðarskeið í fjør. Millum størru kommunurnar hava Klaksvíkar kommunu, Tvøroyrar kommuna, Eystur kommuna og Fuglafjarðar kommuna framgongd, meðan eitt nú Runavíkar kommuna og Tórshavnar kommuna hava fingið minni inn í skatti fyrstu fýra mánaðirnar í ár, sammett við sama tíðarskeið í fjør. Tórshavnar kommuna er millum kommunurnar, sum í ár hava lægri skattaprosent í ár sammett við í fjør. Fyrstu fýra mánaðirnar í ár eru slakar 74 milliónir krónur komnar inn í eftirlønarskatti og 12,7 milliónir í kirkjuskatti. Eftirlønarskatturin er munandi hægri enn sama tíðarskeið í fjør, slakar 12 milliónir krónur meira. Eftirlønir, ið verða fluttar uttanlands, vórðu ikki skattaðar fyrra hálvár í fjør, og tí er neyðugt at taka fyrivarni við samanberingargrundarlagnum, tá ið tað snýr seg um eftirlønirnar. Lækkingin av rentuni er liður í einum átaki, ið skal vera við til at tryggja búskaparligan vøkstur í teimum europeisku londunum. Seinast, Europeiski miðbankin lækkaði rentuna, var í juli 2012, tá innlánsrentan varð lækkað niður í 0 prosent og útlánsrentan 0,75. Longu í mars mánað varð tosað um, at rentan hjá Europeiska miðbankanum skuldi lækka. Tískil kom tað neyvan óvart á nakran, tá bankin eftir døgverða í dag lækkaði útlánsrentuna niður í 0,5 prosent, sum er søguliga lágt. Arbeiðsloysið, í Europa, sum er hægri enn tað nakrantíð hevur verið, hevur skundað undir, at Europeiski miðbankin nú hevur valt at lækka rentuna, meta serfrøðingar, sambært BBC. Atfinningarnar hjá Løgtingsins umboðsmanni koma í kjalarvørrinum á eini eftirlitsvitjan, ið varð gjørd í sambýlunum á Traðarvegi og undir Fobbakletti bæði tvey í Sandavági. Umboðsmaðurin gjørdi í hesum sambandi vart við, at húsini undir Fobbakletti ikki vórðu mett egnað sum bústaður. Leiðslan á sambýlinum tók beinanvegin stig til at flyta búfólkini í hóskandi høli. Men, tað málið er ikki avgreitt og liðugt enn. Løgtingsins umboðsmaður heitti á Landsverk at gera tilmæli um, hvat skal gerast av umvælingum á sambýlinum undir Fobbakletti. Tað tilmæli er enn ikki liðugt. Eftirlitsskyldur ikki fylgdar Tá Løgtingsins umboðsmaður vitjaði, varð staðfest, at Nærverkið nú Almannaverkið og Almannaráðið ikki hava útint sínar eftirlitsskyldur, sum annars eru álagdar myndugleikunum í kunngerðini. Í kunngerðini stendur eisini greitt, hvussu sambýli sambýli skulu skipast. Harumframt eru eisini gjørdar leiðreglur, til tess at forða fyri, at valdsnýtsla fer fram á sambýlum í Føroyum. Eftirlitsskyldan fevnir eisini um hoyringsreglur, ið eiga at verða hildnar, tá fólk flyta inn í sambýli. Eftirlit skal eisini havast við námsfrøðiliga partinum, heilsufakligt eftirlit, fíggjarviðurskiftum og umsitingum í sambýlum. Løgtingsins umboðsmaður heldur tað ikki vera nøktandi, at ongar mannagongdir eru fyri, hvussu myndugleikarnir útinna sína eftirlitsuppgávu við sambýlum. Tí heitti umboðsmaðurin á myndugleikarnar, at gera mannagongdir fyri, hvussu eftirlit við sambýlum skal útinnast. Tá startskotið verður latið av klokkan 12 á Bornholm í morgin, stendur ein føroyskur rennari millum luttakarnar, til reiðar at fara undir sina størstu ítróttarligu avbjóðing. Rennast skulu 100 míl, sum eru slakir 160 kilometrar. Salomon Hammer Trail, sum rennikappingin eitur, verður mett at verða tann harðasta renningin á danskari jørð. Hæddarmunurin á 160 kilometra túrinum er til samans 4800 metrar. Lendið, har runnið verður, er sera fjølbroytt, skrivar treysti.fo. Runnið verður sum minst á asfalti, meðan meginparturin av teininum verður runnin á skógargøtum og skógarvegum. Tað trýtur ikki við sosialum miðlum, har tú kanst røkja tíni sambond við vinir og kenningar. Føroyingar taka eisini væl undir við miðlunum. Sambært Socialbakers hava eitt nú 31.420 føroyingar vangamynd á Facebook. Sosialu miðlarnir fylla nú so nógv í gerandisdegnum hjá fólki, at granskarar á University of Essex í Onglandi nú hava sett navn á líðingina. Tað merkir, at fólk óttast ikki at fáa alt við á sosialu miðlunum. Tað skal helst meira til enn eitt spurnarumfar á eini heimasíðu, til tess at geva fólki svarið upp á, um tey ery so bundin av sosialu miðlunum, at tey seta sítt veruliga lív til viks og líða. Gentuliðið, Snjóhvíta, hjá Havnar Fimleikafelag, fór í dag til Barcelona at luttaka í World Cup. Kappast verður í hesum aldursbólkum 8 10 ár, 10 12 ár, 12 14 ár, unglingar og kvinnur. Í kappingini 12 14 ár har Havnar Fimleikafelag luttekur eru 19 lið úr 7 londum Tjekkia, Danmark, Estlandi, Finlandi, Russlandi, Spania og Føroyum. Kappingin verður leygardagin 4. mai. Hann hevur gjørt eina roynd fyrr, og nú ætlar hann sær at gera enn eina roynd. Amerikanski forsetin, Barack Obama, fer nú aftur at gera eina roynd at fáa flutt fangarnar úr Guantanamo, so fangalegan kann steingjast. Tá Barack Obama varð valdur til forseta í USA í 2009, var eitt av vallyftunum júst eitt lyfti um, at hann fór at royna at fáa stongt nógv umrøddu fangaleguna í Guantanamo, ið er í landsynningspartinum í Kuba. Tað eydnaðist kortini ikki Barack Obama at halda vallyftið, sum hann gav veljarum sínum undan valinum. Mótstøðan frá øðrum politikarum var so mikið stór, at ætlanin mátti sleppast og datt tískil niður fyri. USA fingið nógvar ákoyringar fyri fangaleguna Líka síðani Guantanamo fangalegan lat upp í 2002, eftir at USA hevði hevði lýst kríggj móti yvirgangsfelagsskapinum Al Qaeda, hevur USA verið fyri ógvusligum ákoyringum frá heimssamfelagnum. Men, tað er ikki bert uttan fyri veggirnar í Guantanamo, at mótstøðan hevur verið stór eisini innanveggja er mótstøðan stór. Í løtuni svølta umleið 100 fangar. Tað eru umleið tveir triðingar av øllum fangunum, ið sita í hernaðarliga fongslinum. Amerikanska fólkið er ósamt í spurninginum, hvørt Guantanamo fangalegan eigur at latast aftur. Meðan summi finnast at viðurskiftunum, eru onnur, ið stúra fyri, hvar fangarnir so skulu sita, skriva tíðindastovurnar Ritzau og AFP. Líka so skjótt sum teir gjørdu sína innrás í heimunum hjá fólki, líka so skjótt fara teir eisini aftur at hvørva úr heimunum hjá okkum aftur. Um fimm ár er teldilin, sum til dømis iPad, deyður og burtur aftur. Spádómin eigur Thorsten Heins, stjóri í fyritøkuni BlackBerry, ið framleiðir telefonir. Ein fyritøka, ið eisini hevur roynt seg við at framleiða teldlar, kortini uttan ta stóru framgongdini. Eg ivist stórliga í, um teldlarnir eru til um nøkur ár. Tann lætta loysnin í longdini verður, at fólk knýta eitt leyst knappaborð og ein stórskíggja í fartelefonina, segði stjórin í BlackBerry á eini ráðstevnu í Kalifornia fyrradagin. Thorsten Heins vísir eisini á, at tað enn ikki er greitt, hvørji tøknilig frambrot mugu gerast, áðrenn fartelefonin eisini fer at avloysa telduna sum arbeiðsamboð, eftir at teldlarnir eru farnir av marknaðinum. Tørvurin á røktar og búplássum er sera stórur á Tvøroyri nú. So stórur, at gomul fólk ofta liggja á sjúkrahúsinum, tí ongin er at taka sær av teimum, sigur Ronnie Midjord, stjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi. 19 fólk á Tvøroyri hava akuttan tørv á einum heimi at búgva í, tí tey klára seg ikki sjálvi. Til samans eru 26 fólk í Suðuroy, sum ikki sleppa á ellisheim, tí pláss er ikki fyri teimum, hóast tey hava tørv á tí. Til samans 26 fólk standa á akuttum bíðilista til røktarheimspláss á heiminum, og av teimum eru 19 á Tvøroyri. Støðan hjá hesum fólkunum er ring, sigur Anna Djurhuus, leiðari á Suðuroyar røktar og ellisheimi. Onki hent hóast mótmælisundirskriftir Fyri hálvum ári síðani fekk Tvøroyrar kommuna handaðar út við 700 undirskriftir frá fólki, sum vilja hava kommununa at byggja eldrasambýli til tey gomlu. men enn er onki hent í málinum. Orsøkin til at einki er hent, red. er, at tað er stríð um, hvør hevur ábyrgdina av at byggja búpláss til eldri fólk kommunan ella landið, sigur forkvinnan í sosialu nevnd á Tvøroyri, Malla Dam. Onki sambýli er á Tvøroyri. Gamla sambýlið fór í illveðrinum 24. november 2011, og onki varð bygt upp aftur. Á ellis og røktarheiminum búgva í løtuni 24 fólk, men tey eru úr allari Suðuroynni. Almannaverkið upplýsir, at tilsamans 39 fólk í Tvøroyrar kommunu eru uppskrivað til eldrabúpláss. Mett verður, at tað eru umleið 19 fólk, ið hava akuttan tørv á búplássi. Ein meiriluti upp á 37 móti 25 tók á aðalfundinum hjá SEV í gjár undir við einum uppskoti frá Heðini Mortensen, borgarstjóra í Havn, sum áleggur leiðsluni í SEV at gera neyðugar fyrireikingar til at broyta bygnaðin í SEV. Hetta eigur at gerast, til tess at tryggja felagsskapin, nú ovurstórar íløgur liggja fyri framman, segði Heðin Mortensen, tá útvarpið spurdi hann, um hann ikki longur hevur álit á núverandi SEV nevnd. Serkunnleika í nevndina Allir limirnir í nevndini í SEV eru í løtuni kommunustýrislimir. Eitt umboð verður valt fyri hvørt av teimum sjey økjunum, sum SEV er skipað undir, og er tað hetta, sum stýrið kundi hugsað sær varð broytt. Eftir samtyktini á aðalfundinum í gjár, skal nevndin víðkast við tveimum ella fleiri serkønum limum, sum ein serligur tilráðingarbólkur skal mæla aðalfundinum til at velja. Neyðugar tillagingar og viðtøkubroytingar fyri at gjøgnumføra hetta skulu, sambært samtyktini í gjár, vera klárar at taka støðu til á komandi eykaaðalfundi hjá SEV, ið verður í heyst. Jú fleiri, jú betri, helst einar seks um dagin. Tað hevur ikki skortað við góðum ráðum frá kostfrøðingum og læknum til okkum brúkarar. Frukt er gott fyri okkum, meira frukt er meira sunt fyri okkum. Nú vísir tað seg kortini, at góðu ráðini, um at vit skulu eta nógva frukt, tó skulu takast við einum ávísum fyrivarni. Tí hóast frukt er gott fyri kroppin, so eru tínar tenn kortini ikki eins glaðar fyri nógvu fruktina, sum kroppurin hjá tær er. Nøkur fólk eta nógva frukt. Tey hava misskilt boðskapin um, at vit skulu hava seks um dagin, tí nógv etsandi sýra er í frukt. Tí er betri, um vit eisini eta grønmeti og ikki bert frukt, sigur Ulla Pallesen, á Odontologisk Institut, á Københavns Universitet. Tenninar flóta í sýru Ulla Pallesen og hennara starvsfelagar við lærda háskúlan í Keypmannahavn síggja fleiri og fleiri sjúklingar, ið hava fingið staðfest skaða á tennninar, hóast tey hvørki drekka sodavatn ella aðrar søtar drykkir. Um fólk alla tíðina sita og fylla seg við eitt nú víndrúvum, mandarinum ella appelsinum, gjøgnum ein heilan arbeiðsdag, so flóta tenninar í sýru, og tað kann gera skaða á tenninar, sigur Ulla Pallesen, tannlækni á Københavns Universitet. Ráðini eru tískil, at fólk eta alla fruktina í einum og síðani skola munnin væl við vatni, sigur Ulla Pallesen, tannlækni. Hon leggur áherðslu á, at fólk hóast alt ikki eiga at gevast við at eta frukt, men bert hugsa seg um, hvussu tey eta frukt. Eini talgild boð, send umvegis annaðhvørt fartelefonina ella telduna, eru ómakaleys at senda og móttaka. So mikið ómakaleys, at tað nú er farið at merkjast á postflutninginum av brøvum, ið verða send og móttikin í Føroyum. Seinastu fimm árini, síðani 2008, er nøgdin av brævaposti, ið er sendur og móttikin í Føroyum, farin niður í eina helvt. Tað vísa nýggj hagtøl, ið Hagstova Føroya hevur skrásett í hagtalsgrunninum hjá stovninum. Í 2008 skrásetti Posta 8.450.000 brøv, ið annaðhvørt vórðu send ella móttikin í Føroyum, sambært Hagstovu Føroya. Í 2012 var hetta talið farið niður í júst helvtina, tá talið av sendum og móttiknum brøvum var 4.246.000. Afturgongdin í tølum. Barbara Brauer hevur seinastu trý árini verið tann spælarin, sum mótstøðuliðini hjá Neistanum hava brúkt mest orku upp á at steðga, tó uttan at tað hevur eydnast. Við Barbaru á odda, hevur Neistin seinastu trý árini vunnið trý FM heiti og eina steypakapping. Tað er heimasíðan Hvannrok sum ber tíðindini, um at Barbara Brauer nú gevst í føroyskum hondbólti. Neistin tryggjaði sær í dag greipuna. Tær vunnu triðu og avgerandi finaluna 26 19 á Kyndli. Støðan í hálvleikinum var 13 9 til Neistan. Neistin hevur verið tað besta liðið í alt ár. Burtur sæð frá tapinum í seinnu finaluni móti Kyndli, hava tær vunnið allar dystirnar í ár. Marjun Danberg og Jacklin Durhuus søgdu aftan á finaluna, at hóast hetta er triða FM heitið hjá Neistanum á rað, so ætlar tær sær ikki at gevast við at vinna, men fara heldur at leggja alt fyri í komandi kappingarárið. Venjarin hjá Neistanum, Kári Horn, var rørdur eftir dystin, og rósti sínum spælarum nógv. Hann heldur at Neistin hevur allar fyritreytir fyri at vinna FM aftur í komandi kappingarári. Hann vildi tó ikki vátta, at hann heldur fram sum venjari. TB, Víkingur, Poul Ingason, EB Streymur, AB, Leif Niclasen, Levi Hansen, Gert Hansen, Leif Niclasen, Hans Pauli, Leif Niclasen, B36, ÍF, Rasmus Dan Sørensen, Øssur Dalbú, Øssur Dalbú, Róaldur Jacobsen, NSÍ, HB, Símun Samuelsen, Gunnar Haraldsen, Símun Samuelsen, Christian Mouritsen, KÍ, 07 Vestur, Páll Klettskarð, Álvur Christiansen, Camara, Camara, Heðin Klakkstein, Hjalgrím Elttør, Henry Heinesen. HB, KÍ, Víkingur, ÍF, B36, NSÍ, TB, EB Streym, 07 Vestur, AB. Kyndil kláraði í kvøld tað, sum einki annað lið hevur klárað alt kappingarárið, tær vunnu á Neistanum. Dysturin endaði 21 18 til Kyndil. Hálvleiksstøðan var 11 8 til Kyndil. Kyndlaverjan mannsvardi Báru Hansen og Barbaru Brauer allan dystin, og tað tóktist at ørkymla Neistakvinnurnar. Hetta verður helst eisini spæliætlanin í morgin. Neistin hevur eitt lítið samdøgur at finna út av, hvussu tær skulu svara aftur. Avgerandi finalan í kvinnukappingini verður sunnudagin klokkan 14.30, og Kringvarpið sigur beinleiðis frá dystinum. So eydnaðist tað hjá kollfirðingum. KÍF er fyri fyrstu ferð nakrantíð føroyameistari í hondbólti. Tá eitt korter var farið av hálvleikinum sá tað tó ikki út til, at tað skuldi fara at blíva KÍF sum vann avgerandi finaluna í dag. H71 kom nógv betri frá byrjan, og var á odda 9 3, tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin. Men spakuliga kom KÍF fyri seg, og tá farið var til hálvleik, var H71 bara á odda 13 12. Um kollfirðingar ikki vóru klárir í fyrra hálvleiki, so vóru teir tað í seinna. Einki bleiv givið í verjupartinum, og við einum Emil Dam í málinum, sum bjargaði einum skoti fyri og einum eftir, varð slóðað fyri, at KÍF eisini fekk sítt skjóta og effektiva álopsspæl at rigga. H71 megnaði ikki at svara aftur, og sum seinni hálvleikur leið, fór KÍF meira og meira frá H71. Endin varð, at KÍF vann 27 22. 2013 bleiv sostatt árið, tá KÍF skrivaði søgu. Liðið vann bæði steypakappingina og føroyameistaraheitið fyri fyrstu ferð í søgu felagsins. KÍF H71 27 22 12 13 Toppskjúttar, KÍF Hans Eli Sigurdbjørnsson, 8 Andrias Nielsen, 4 Toppskjúttar, H71 Rógvi Sørensen, 7 Bogdan Florea, 5 KÍ HB Í Klaksvík vann HB oddadystin ímillum arvafíggindarnar. Úrslitið gjørdist 4 3 til HB. Hjalgrím Elttør legði KÍ á odda, og stutt eftir legði KÍ seg á odda 2 0, tá HB gjørdi sjálvmál. HB gav tó ikki skarvin yvir og við máli frá Kristin Mouritsen og Alex Jos eacute Dos Santos javnaði HB. Í seinna hálvleiki skoraði Ivan Joensen til 3 2 til KÍ. Men enn einaferð kom HB á javnt. Hesaferð við máli hjá Símuni Samuelsen. Bert 3 minuttir seinni avgjørdi liðskiparin, Fróði Benjaminsen, dystin og skoraði til endaliga úrslitið 4 3. TB ÍF ÍF megnaði annan dystin á rað at venda einum hóttandi tapi til ein javnleik. Eftir ein linligan fyrra hálvleik við Stórá, var tað heimaliðið, ið stýrdi í seinna hálvleiki. Tí var tað uppiborið, at liðfomaðurin hjá TB legði tvørámenn á odda eftir hornaspark. Stutt eftir hetta økti senegalesiski verjuleikarin Babacar við einum góðum máli. Men sjálvt um fuglfirðingarnir ikki spældu væl og høvdu lítið at bjóða uppá, so megnaðu teir at koma aftur. Bartal Eliasen var fluttur fram í álopið, og hann gjørdi mun. Tá góðir 10 minuttir vóru eftir, hevði hann ein fingur við í spælinum, tá Áki Petersen minkaði um munin, og lítla løtu seini javnaði Bartal fyri ÍF eftir hornaspark. Sostatt fekk ÍF eitt umráðandi stig við sær frá borgini við Stóra, meðan tvørámenn iðra seg. B36 AB Tvey skerd lið møttust í Gundadali í dag. Dysturin ímillum B36 og AB endaði 1 1. B36 var betra liðið í fyrra hálvleiki og legði seg eisini á odda við máli frá Lawal. 15 minuttir skoraði Dion Splidt við brotssparki fyri AB. Hetta gjørdist endaliga úrslitið, og AB fekk sítt fyrsta stig til høldar. NSÍ EB Streymur Við Løkin vann NSÍ 2 0 ímóti EB Streymi. Magnus Olsen legði NSÍ á odda, tá 10 min vóru leiktir, og bert 6 minuttir seinni økti Magnus Olsen til 2 0. EB Streymur royndi at trýsta í seinna hálvleiki, men megnaði ikki at fáa mál. Víkingur 07 Vestur Í Sarpugerði megnaði 07 Vestur at fáa 1 stig. Dysturin endaði 2 2. 07 Vestur legði seg á odda, tá 5 minuttir vóru leiktir við máli frá Evrad Bl eacute . Men Víkingur megnaði tó at svara aftur, og við málum frá Finni Justinussen og Kaj Leo í Bartalsstovu vendist støðan til 2 1 til Víking. Men 07 Vestur megnaði at fáa tað útjavnandi málið, tá Holgar Djurhuus skoraði til endaliga úrslitið 2 2. Stigatalvan HB 17 stig Víkingur 13 stig K Igrave 12 stig ÍF 11 stig NSÍ 11 stig B36 10 stig TB 7 stig 07 Vestur 6 stig EB Streymur 5 stig AB 1 stig 8.umfar 28.04 NSÍ HB EB Streymur AB TB Víkingur B36 Igrave F K Igrave 07 Vestur Munurin var greiður á Neistanum og Kyndli í kvøld. Neistin kom tíðliga í dystinum á odda við fimm málum, og tann leiðslan svingaði restina av dystinum millum fýra og átta mál. Tað vóru tó løtur, har Kyndaliðið spældi upp móti Neistanum, og tá fimm minuttir vóru eftir av dystinum, fingu tær skavað Neistaleiðsluna niður á fýra mál. Men Neistin tóktist hava eitt eyka gear, tá tað var neyðugt, og hvørja ferð tað glottaði hjá Kyndli, so traðkaðu Neistaleikararnir í karakter og fóru frá Kyndli aftur. Neistin spældi ein ógvuliga góðan dyst. Álopini høvdu høga ferð, og verjan stóð stinn. Tað gjørdi tað ikki lættari hjá Kyndli, at Maria Samuelsen í Neistamálinum stóð sín besta dyst í ár. Sophus Dal Christiansen, viðmerkjari hjá Kringvarpinum, valdi eftir dystin Mariu sum besta leikara á Neistaliðnum í harðari kapping við Marjuna Danberg. Venjarin hjá Neistanum, Kári Horn, var sera fegin um avrikið. Eg kann ikki krevja meira frá mínum leikarum. Hetta var eitt sera flott avrik, og eg eri stoltur av mínum liði. Nú mugu vit halda fokus og eisini vinna leygardagin, segði Kári Horn aftan á dystin. Turið Arge var greitt besti leikarin á Kyndlaliðnum. Eftir dystin segði hon, at tað bleiv ógvuliga tungt, tí tær komu beinanvegin afturum við fimm málum. Hon væntar ein javnari dyst leygardagin. Vit vísa í løtum, at vit kunnu spæla upp ímóti Neistanum. Tað skal ikki bara vera í løtum leygardagin, men allan dystin, so hava vit ein møguleika, segði Turið Arge aftan á dystin. Hóast KÍF var á odda við fýra málum í hálvleikinum, 14 10, eydnaðist tað allíkavæl H71 at koma inn aftur í dystin. KÍF hevði eisini leiðsluna gjøgnum tað mesta av seinna hálvleiki, men júst sum í dystinum móti VÍF, gav H71 ongantíð upp, og tað fingu teir løn fyri í síðstu sekundunum, tá hoyvíkingar javnaðu til 23 23. H71 KÍF 23 23 10 14 Toppskjúttar, H71 Bogdan Florea, 7 Rógvi Sørensen, 4 Bogi Davidsen, 4 Toppskjúttar, KÍF Nicklas Selvig, 7 Andrias Nielsen, 4 Hans Eli Sigurdbjørnsson, 3 Onnur finalan verður í Kollafirði leygardagin klokkan 16.00. Tað liðið sum vinnur tann dystin verður føroyameistari. Útvarpið sendir dystin beinleiðis. Skráin fyri hondbólt og fótbólt í útvarpinum komandi dagarnar sær soleiðis út Hósdagin 25.04 Bólturin byrjar klokkan 17.00 KÍ HB klokkan 18.00 Kyndil Neistin klokkan 20.00 Leygardagin KÍF H71 klokkan 16.00 Neistin Kyndil klokkan 18.00 Sunnudagin Um tað verður ein triða finala hjá kvinnum og ella monnum verða tær sendar beinleiðis Fylgt verður eisini við í Effo deildini í fótbólti Nógvur ítróttur er á skránni í Kringvarpinum í hesum døgum. Allar hondbóltsfinalurnar hjá kvinnum og monnum verða sendar beinleiðis í útvarpinum, og oddadysturin í Effo deildini millum KÍ og HB verður eisini útvarpaður. Mikudagin 24.04 H71 KÍF klokkan 20.00 Hósdagin 25.04 Bólturin byrjar klokkan 17.00 KÍ HB klokkan 18.00 Kyndil Neistin klokkan 20.00 Leygardagin KÍF H71 klokkan 16.00 Neistin Kyndil klokkan 18.00 Sunnudagin Um tað verður ein triða finala hjá kvinnum og ella monnum verða tær sendar beinleiðis Fylgt verður eisini við í Effo deildini í fótbólti Tað er niðurstøðan hjá Løgtingsins Umboðsmanni, sum hevur verið á eftirlitisvitjan á sambýlunum Á Mýruni 4 og 6 í Hoyvík. Umboðsmaðurin staðfestir, at Almannamálaráðið og Almannaverkið ikki hava útint sínar eftirlitisskyldur, sum eru álagdar myndugleikunum. Umboðsmaðurin vísir millum annað á, at tað als ikki er nøktandi, at harðskapstilburðir ikki verða fráboðaðir, og at Nærverkið nú Almannaverkið ikki kannar harðskapstilburðir beinanvegin. Umboðsmaðurin helt heldur ikki, at tað var nøktandi, at harðskapstilburðir einans verða skrivaðir niður og skjølini løgd í eina skuffu á sambýlinum. Nógv fyrivarni Umboðsmaðurin heldur, at tað er átaluvert, at Nærverkið ikki hevur útint sína eftirlitsskyldu, serliga tá Nærverkið tey seinastu árini hevur verið vitandi um, at trupulleikar hava verið við, hvussu harðskapsmál eru handfarin, uttan at Nærverkið hevur sett ítøkilig tiltøk í verk fyri at betra um støðuna. Umboðsmaðurin fekk á vitjanini avrit av roknskapum hjá búfólkum fyri árini 2009 og 2010 og staðfesti, at grannskoðarin hevur tikið fyrivarni so gott sum í øllum roknskapunum fyri hesi árini. Umboðsmaðurin sigur, at tað mangla skjalprógv fyri útgjald og flytingar, at ov lítið eftirlit er við roknskapunum og at tað gongur ov long tíð, til teir verða granskoðaðir. Umboðsmaðurin staðfestir eisini, at umstøðurnar viðvíkjandi neyðútgongd á Mýruni 4 vóru alt annað enn nøktandi og heitti á Almannaverkið um at fáa eina hóskandi neyðútgongd. Tann 19. apríl 2013 staðfesti umboðsmaðurin, at ongin neyðútgongd ella neyðtrappa enn er gjørd. Hetta heldur umboðsmaðurin vera alt annað enn nøktandi og gevur Almannaverkinum eina álvarsliga átalu fyri hetta. Sjey av níggju stakroyndum vísa at turkað frukt hevur ymiskan sopp. Hetta vísa kanningar sum Veterinærinstituttet í Oslo hevur gjørt. Í brúkarasendingini Forbrukerinspektørene í kvøld á NRK verða royndirnar vístar. Royndirnar vístu leivdir av soppaeitri í millum annað rosinum, turkaðum aproikosum, ymsum bersløgum og í sólturkaðum tomatum. Hinvegin vístu stakroyndirnar ongar leivdar av soppi í sviskum og turkaðari mango. Granskarin Ida Skaar sigur í samrøðu við NRK at gummibomm kunnu vera sunnari at lata børn eta enn turkað frukt. Hon heitir á foreldur um at vera varin við at geva serliga teimum minstu børnunum ov nógva turkaða frukt. Veljarakanningar benda á, at íslendsku andstøðu og høgraflokkarnir, Sjálfstæðisflokkurin og Framsóknarflokkurin, vinna Altingsvalið leygardagin. Tað vóru júst hesir báðir flokkarnir, sum stjórnaðu Íslandi árini frá 1995 til 2007. Íslendski búskapurin er so smátt komin fyri seg eftir bankaskrædlið í 2008. Undirtøkan fyri stjórnarflokkunum, Samfylkingini og teimum Vinstragrønu, sum skipaðu stjórn eftir valið í 2009, er kortini ikki stór. Mett verður, at nógv umrødda Icesave málið hevur millum annað stygt nógvar veljarar burtur, umframt at samgongan hevur enn ikki samtykt nýggja fiskivinnulóggávu, sum lovað var fyri seinasta val. Ísland bað um limaskap í ES í 2009, men steðgur kom í samráðingarnar í januar í ár, tí stjórnarflokkarnir væntaðu ikki, at tað fór at eydnast at fáa avtalu um limaskap fyri altingsvalið. Samráðingarnar fara nú eftir øllum at døma at slitna, tí stóru andstøðuflokkarnir, sum sambært veljarakanningum vinna greiðan sigur leygardagin, eru ímóti ES limaskapi. Sjálvstæðisflokkurin størri enn samgongan Feskasta veljarakanningin, sum Vísir kunngjørdi um vikuskiftið, gav Sjálfstæðisflokkinum 27,5 prosent av atkvøðunum. Framsóknarflokkurin stendur til at fáa 25,6 prosent av atkvøðunum. Áleið ein fjórðingur av veljarunum, 26,4 prosent, siga seg styðja sitandi samgonguni hjá Johannu Sigurðardóttir. Línuskipini eru helena, Váðasteinur, Sigmund, Mascot, Eysturoyingur, Stapin, Sandshavið, Kambur, Venus, Thomas Nygaard, Reynsatindur og Havbúgvin. Teir sjey trolararnir eru Vesturleiki, Steintór, Niels Pauli, Sjagaklettur, Gullberg, Heykur og Falkur. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður hevur gjørt av at geva línuskipum og tolarum undir Føroyum kvotuna á Flemish Cap í ár. Hann sigur, at í fleiri ár hava skipini sum royna undir Føroyum havt hall, samstundis sum lítið er at fáa. Tí skal heimaflotin sleppa at fiska tey sløku 3.200 tonsini av toski á Flemish Cap í ár. Tað verður gjørt, bæði fyri at hjálpa flotanum, og fyri at verja fiskastovnarnar undir Føroyum, sigur Jacob Vestergaard. Kapping er komin í føroyska lánimarknaðin til bústaðarlán. Í gjár boðaði Eik Banki frá, at bankin fer at seta rentuna til vanlig sethúsalán niður á 4 prosent, sum er tað lægsta í nógv ár. Og nú svarar BankNordik aftur, at hann hevur landsins lægstu bústaðarrentu, tí bankin setir rentuna niður á 3,95 prosent. Hetta er ein lækking upp á 0,8 prosentstig í mun til nú sigur bankin í tíðindaskrivi. Henda lága rentan er tó bert galdandi fyri kundar, sum keypa eina serliga heildarloysn, sum eisini umfatar tryggingar og pensjón. Tað skal loysa seg at savna síni fíggjarviðurskifti í bankanum, og vit arbeiða miðvíst við at betra um tilboðini við kappingarførum prísum, sigur John Rajani, stjóri í BankNordik í tíðindaskrivi fyrrapartin. Rentulækkingin hjá BankNordik kemur í gildi 15 mai, samstundis sum rentulækkingarnar í Eik Banka eisini koma í gildi. ES boðaði í gjár frá, at øll tiltøk sum hava verið ímóti Myanmar, verða sett úr gildi, uttan bannið at selja landinum vápn. Avgerðina tóku uttanríkisráðharrarnir í ES londunum á fundi í Luxemburg í gjár. Uttanríkisráðharrarnir samtyktu fyri einum ári síðani, at tiltøkini skuldu setast úr gildi, og síðani hava londini verið í bíðistøðu, og nú er so endaliga samtykt at strika tey flestu tiltøkini ímóti Myanmar. Hóast viðurskiftini eru broytt, so er ikki alt fingið í rættlag í Maynmar. Millum annað vera ávísir minnilutabólkar jagstraðir, og umstøðurnar hjá polittiskum fangum eru ikki betraðar nóg nógv. Millum annað tí heldur ES fast við, ikki at selja landinum vápn, tí tey kunnu nýtast ímóti andstøðingum og minnilutabólkum. Størsta broytingin, sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, skjýtur upp, er, at skattafría samsýningin til ítróttarfólk verður hækkað úr 15.000 til 30.000 krónur. Talan er um samsýning til venjarar, leiðarar, hjálparar hjá ítróttafeløgum, dómarar og linjuverjar. Málið hevur verið til viðgerðar í fíggjarnevndini, og bæði meirilutin og minnilutin taka undir við hesi broyting. Talan er tó eisini um aðrar broytingar í skattalógini, og í álitinum frá fíggjarnevndini, fílist nevndin á, at landsstýrismaðurin ikki hevur nevnt hesar í almennu viðmerkingunum, og at hesar ónevndu broytingar ikki verða lýstar. Talan er millum annað um eina marginalskattalækking, og harvið eina skattalækking bert fyri hægstu inntøkurnar í landinum, sigur minnilutin í álitinum. Hetta verður gjørt við, at ikki bert kommunuskatturin og landsskatturin samanlagt skulu verða 50 prosent, nú skal kirkjuskatturin uppí hesi 50 prosentini. Kirkjuskatturin er í miðal 0,65 prosent, men onkrastaðni er hann 0,9 prosent. Minnilutin í nevndini, sum eru Eyðgunn Samuelsen, Aksel Johannesen og Kristina Háfoss, tekur ikki undir við hesi broyting. Tey hava sett fram broytingaruppskot um, at hesin parturin verður strikaður úr ætlaðu broytingunum í skattalógini. 87 ára gamli forsetin, sum tók við afturvali, tí semja ikki fekst um nakran annan forseta, helt røðu í tjóðartinginum í gjár. Hann fanst hvassliga at polittisku flokkunum, fyri ikki at kunna semjast um nakað sum helst, og hann gjørdi greitt, at um ikki ein stjórn verður skipað sum skjótast, so leggur hann frá sær. Tað er ófyrigeviligt, at flokkarnir ikki longu eru farnir undir polittiskar nýskipanir fyri at venda gongdini í landinum. Og tað er best við eini breiðari stjórn, segði forsetin. Giorgio Napolitano var sjónliga rørdur tá hann helt røðuna, og hann gjørdi greitt, at hann bert helt fram sum forseti, tí hann segði seg stúra fyri framtíðini hjá Italia. Tjóðartingsval var í Italia í februar, men higartil hava flokkarnir ikki kunna funnið semju um at skipa stjórn. Tingfundur er á skránni seinnapartin í dag, og eitt av málunum, ið er til triðju og seinastu viðgerð, er lækking av ferðagjaldinum loftvegis. Til aðru viðgerð var tað eitt samt, fullmannað løgting, ið tók undir við at lækka gjaldið úr 120 krónum niður í 65 krónur. ætlanin var upprunaliga at lækka gjaldið 25 krónur altso niður í 95 krónur frá 1. januar 2013. Men av tí, at lækkingingin ikki kemur í gildi fyrr enn í heyst, setti fíggjarnevndin fram broytingaruppskot, har nevndin mælti til at lækka gjaldið við 55 krónum, tí tað fer ikki at ganga útyvir settu fíggjarkarmarnar. Nevndin mælir somuleiðis landsstýrismanninum til at niðurlaga ferðaavgjaldið komandi trý árini. Í dag og í morgin luttaka føroyski sendimaðurin í Keypmannahavn, Sigmundur Ísfeld og umboð frá Uttanríkistænastuni í dansk russiska stjórnarráðnum. Í ráðnum hittast donsk og russisk embætisfólk við jøvnum millumbilum at viðgera ymisk mál. Landsstýrið arbeiðir nevniliga við at fáa í lag ein fríhandilssáttmála við Russland. Føroyski útflutningurin til Russlands er vaksandi, og ein fríhandilssáttmáli við Russland hevur stóran týdning fyri okkara vinnulív. Vit eiga at nýta tær hurðar, ríkisfelagsskapurin kann lata upp, og teir fyrimunir felagsskapurin gevur. At fáa ein fríhandilssáttmála er ein drúgv tilgongd, og dansk russiska stjórnarráðið er eitt upplagt forum at fáa glið á tilgongdina, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður. Veðurmennirnir boða frá nógvum vindi av útsynningi og vestri seinnapartin, og hetta gevur Smyrli trupulleikar í Tórshavnar Havn. Smyril avlýsir tí túrin suður seinnapartin. Smyril fór sum vant av Krambatanga klokkan 11.00. Síðan verða túrarnir av Havnini klokkan 16 og av Krambatanga klokkan 18.30 avlýstir. Í staðin bíðar Smyril í Havn til klokkan 18.30, tá farið verður av Havnini til Suðuroyar. Frítíðarlønin verður á konto 2. mai, tað er hósdagin í næstu viku, boðar taks frá. Tilsaman verða 311 milliónir krónur goldnar í frítíðarløn í ár. Áðrenn frítíðarlønin verður útgoldin, verður skriv sent út um, hvussu nógv verður útgoldið, á hvørja konto frítíðarlønin verður flutt á, hvør arbeiðsgevarin er, og hvussu nógv verður útgoldið frá hvørjum arbeiðsgevara. Frítíðarlønin verður altíð útgoldin á somu konto sum undanfarna ár, um annað ikki er fráboðað. Tímaløntir løntakarar hava rætt til 12 prosent í frítíðarløn, meðan mánaðarløntir løntakarar hava rætt til 1,5 prosent í frítíðarískoyti. Autorisatiónslógin, sum hon verður nevnd, skal styrkja sjúklingatrygdina og betra um góðskuna av tænastum í heilsuverkinum. Í uppskotinum eru ásetingar um løggilding av læknum, sjúkrarøktarfrøðingum, tannlæknum, kiropraktorum, jarðarmøðrum, ergoterapeutum, fysioterapeutum, bioanalytikarum, kliniskum diætistum, radiografum, bandagistum, kliniskum tannteknikarum, tannrøktarum, optikarum, fótterapeutum og heilsurøktarum. ætlanin er at leggja autorisasjónslógina fyri Løgtingið eftir ólavsøku 2013. Hetta kann geva felagnume ina inntøku upp á 400 milliónir norskar krónur. Tað skrivar blaðið Dagens Næringsliv. Finnair gjørdist stóreigari í Norwegian, tá felagið í 2007 seldi dóttirfelagið FlyNordic til Norweigan. Avtalan hevði við sær, at Finnair fekk ein ognarlut í norska felagnum, svraandi til umleið 5 prosent. Nú útnyttar Finnair kursvøksturin til at selja burturav ognini, skrivar Dagens Næringsliv. Sambært blaðnum verða partabrøvini seld í dag, og til dagsins kurs, gevur tað 400 milliónir krónur og harvið ein vinning upp á 260 milliónir krónur. Føroyingar innflyta munandi meira enn vit útflyta. Í februar mánaða í ár innfluttu vit vørur fyri 761 milliónir krónur. Tað er heldur meir, enn hvat vit útfluttu fyri, tí útflutningurin í februar var 670 milliónir. Og tað gongur skeiva vegin við handilsjavnanum, um nýggjastu tølini fyri februar verða brúkt. Tí í mun til februar mánaða árið fyri, so øktist innflutningurin við 7 prosentum, meðan útflutningurin minkaði við einum prosenti. Brennievni eigur størsta lutin í, at innflutningurin økist. Í februar í ár fluttu vit inn brennievni fyri 220 milliónir krónur, og tað er 35 prosent meira enn í februar 2011. Vánaligi fiskiskapurin eftir vanligu fiskasløgunum sæst aftur í útflutningstølunum, har stór niðurgongd er í bólkunum, sum eitur botnfiskur, flundrufiskur og skeljafiskur. Hinvegin er framgongd í útflutninginum av alifiski. Vit útfluttu meira enn 9.000 tons av alifiski í februar fyri eitt virði upp á 340 milliónur krónur. Alifiskur er eisini nógv tann størsti útflutningsbólkurin. Nýggjastu tølini fyri innflutning og útflutning síggjast á heimasíðuni hjá Hagstovuni. Toppdystur var í Gundadali tá Víkingur kom á vitjan hjá HB. Heini Vatnsdal legði teir reyð svørtu á odda eftir 22 minuttir eftir horna. Støðan gjørdist 2 0 beint áðrenn hálvleik við máli frá Christian Mouritsen. Andrew av Fløtum staðfesti støðuna 10 minuttir inn í seinna hálvleik og skoraði til endaliga úrslitið 3 0. Málverjin hjá Víkingi fekk reytt kort, og ný innskifti Hjartvard Hansen vardi málið síðstu løtuna, men tað komu ikki fleiri mál. ÍF KÍ 3 3 Talan gjørdist um ein sera undirhaldani dyst í Fuglafirð ímillum ÍF og KÍ. Eftir 12 minuttir legði Álvur Christiansen KÍ á odda. Hóast tað var ÍF, ið hevði flestu møguleikarnar í fyrra hálvleiki, so var tað KÍ, sum legði seg á odda 2 0 við máli frá Páll Klettskarð. Málrevurin hjá KÍ, Páll Klettskarð, økti til 3 0 tíðliga í seinna hálvleiki. Tá 20 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki var tað málrevurin hjá ÍF, Clayton Soares, sum minkaði um munin til 3 1. Bert fimm minuttir seinni var Clayton aftur upp á spæl, og skoraði til 3 2. Øssur Dalbúð skoraði við brotssparki til endaliga úrslitið 3 3. Stutt eftir útjavnandi málið fekk miðverjin hjá KÍ, Jógvan Isaksen, reytt kort, men stóra trýstið hjá ÍF gav ikki tað avgerandi málið. EB Streymur TB 2 2 Við Margáir tók EB Streymur ímóti TB. Leif Niclasen legði við einum einmansavriki EB Streym á odda 1 0. Beint áðrenn fyrri hálvleikur var liðugur javnaði Rógvi Joensen fyri TB. Tíðliga í seinna hálvleiki legði Gunnar Zachariasen sundalagsmenn á odda 2 1. Men 5 minuttir fyri leiklok javnaði Poul Ingason til 2 2 og tryggjaði TB 1 stig við Margáir. Stutt eftir málið fekk sami Poul Ingason gult kort fyri aðru ferð, og varð tí vístur av vøllinum. 07 Vestur B36 0 3 Í Sørvági leiktu 07 Vestur og B36. Stutt fyri hálvleik legði Adeshina Lawal B36 á odda við brotssparki. Miðskeiðis í seinna hálvleiki fekk T eacute h eacute Aristide reytt kort og gjørdist uppgávan hjá 07 Vestur ikki lættari. Rasmus Dan Sørensen økti um støðuna til 3 0, og stutt fyri leiklok skoraði Høgni Eysturoy til endaliga úrslitið 3 0. AB NSÍ 2 3 Á Argjum endaði dysturin ímillum AB og NSÍ við einum 3 2 sigri til runavíksingar. Sorin Anghel legði annars AB á odda, men Árni Frederiksberg javnaði fyri NSÍ til 1 1. Rógvi Poulsen legði AB á odda 2 1 í seinna hálvleiki. Lítla løtu seinni fær NSÍ brotsspark og Klæmint Olsen javnar fyri NSÍ. Tá 4 minuttir vóru leiktir av longdu leiktíðini skoraði Klæmint til endaliga úrslitið 3 2 til NSÍ. Í tí sambandi koma tvey umboð fyri felagið til Føroya í næstum at kunna seg umstøðurnar á flogvøllinum í Vágum og um føroyska ferðavinnu. Tað váttar Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn. Hóast talan í fyrsta umfari bara er um eina kanningarferð, er talan um eitt gjøgnumbrot, heldur Jákup sverri Kass. Fleiri feløg hava víst Føroyum áhuga, uttan at talan er um nakrar ítøkiligar ætlanir, sigur Jákup Sverri Kass. Umboðini fyri Air Framnce KLM vitja í Føroyum í sambandi við ferðavinnumessuna Visit Faroe Islands, sum verður í døgunum 2. 5. mai. Meir um hetta í útvarpstíðindasendingunum hjá Kringvarpinum í dag. Tikin Jakstranin er liðug. Vit eru givin at leita. Yvirgangurin er yvir. Og rættvísið hevur vunnið, skrivaði amerikanska løgreglan á twitter í nátt. 19 ára gamli Dsjokhar Tsarnajev bleiv handtikin aftaná at eitt stórt løgreglulið hevði leita eftir honum. Hann goymdi seg í einum báti sum stóð í túninum hjá eini familju í Franklin Street í Watertown, tá løgreglan fekk inn eini boð frá tí sum eigur bátin um at ein maður goymdi seg har. Tsjarnajev, ið er undir mistanka fyri at standa aftanfyri yvirgangsatsóknina móti Boston Maraton mánadagin, er álvarsliga, men ikki lívshóttandi løstaður. Hetta veit CNN at siga frá. Eldri bróðurin, tann 26 ára gamli Tamerlan Tsjarnajev, ið eisini skal hava verið við til yvirgangsatsóknina, bleiv skotin til deyðis av amerikansku løgregluni fríggjamorgunin. Trý fólk doyðu, og 200 fólk figu løstir tá bumburnar brustu í Boston mánadagin. Marine Harvest Faroes er dótturfelag hjá heimsins størsta alifelag, norska Marine Harvest. Prísurin fyri tey 27 prosentini, ið Eik banki eigur, er 54 milliónir krónur. Keypið er treytað av at Marine Harvest góðtekur søluna, og ikki brúkar sín forkeypsrætt. Við at keypa seg inn í Marine Harvest Faroes fær Bakkafrost betri eftirlit við hvussu alingin í norðara partinum av Føroyum verður rikin. Nú í vár hava Bakkafrost og Luna býtt um alifirðirnar Vestmanna og Gøtuvík, soleiðis at Luna hevur alt sítt virksemi í vestara partinum av Føroyum. Nú eru bara Bakkafrost og Marine Harvest Faroes eftir frá eystara partinum av Streymoynni og norðureftir. Tað sæðst í úrslitunum fyri landsroyndina í 2012. Næmingar í fjórða flokki høvdu uppgávur um Føroyar, lond, fuglar, dýr og smákykt, fiskar, blómur, ættirnar, magnet og vatn og luft. Nógv tann størsti parturin av næmingunum kláraðu spurningarnar væl. 18 prosent fingu besta úrslitið sera gott , meðan 64 prosent fingu úrslitið gott . Altso tilsamans 82 prosent í ovastu bólkunum. Hetta er tekin um stóra framgongd í náttúru og tøkni lærugreinini. Fyrsta árið skipað varð fyri landsroynd, í 2008, var minni enn helvtin av næmingunum í ovastu bólkunum. Í 2009 var lítið frægari, men síðan 2010 tykist at vera støðug framgongd. Eisini framgongd í sætta flokki Bara eitt prosent av næmingunum í fjórða flokki fingu úrslit niðanfyri miðal í ár. Í sætta flokki var framgongd í náttúru og tøkni lærugreinini í mun til 2011, men úrslitið var ikki líka gott, sum hjá fjórða flokki. Bara átta prosent eru í ovasta bólkinum sum eitur sera gott , meðan 37 prosent fingu úrslitið gott. 23 prosent fingu yvir miðal , 25 miðal, meðan góð 7 prosent lógu niðanfyri miðal. Boston og forstaðir nær býnum eru í undantaksstøðu. Fólk eru biðin um at halda seg innandura, og handlar, bankar og aðrar fyritøkur eru bidnar um at lata aftur. Hetta hendir eftir at harðir skotbardagar hava verið millum løgregluna í Boston og tveir menn, sum løgreglan heldur vera teir ið stóðu aftan fyri yvirgangin í Boston mánadagin. Annar av monnunum er skotin og er deyður. Ein løgreglumaður er eisini deyður í bardaganum, sigur CNN. Løgreglan í Watertown greiddi fyrr í morgun frá, hvat ið var farið fram. Løgreglan jagstaði báðar menninir, meðan báðir partar skutu eftir hvørjum øðrum. Sambært løgregluni tveittu menninir eisini spreingievni eftir løgregluni. Annar maðurin er skotin, og løgreglan hevur líkið. Hin maðurin er framvegis leysur. Av tí at leysi maðurin verður mettur at vera sera vandamikil, er undantaksstøða lýst í Boston. Fólk eru biðin um at halda seg innandura. Tað hendi í heimi hansara uttan fyri pakistanska høvuðsstaðin, Islamabad. Tað var í gjár, at rætturin í Pakstan gjørdi av, at Musharraf skuldi handtakast millum annað, tí hann sum forseti landsins í mars í 2007 royndi at seta dómarar í Pakistan í húsavarðhald. Pervez Musharraf hevur verið í sjálvbodnari útlegd í fleiri ár, men hann kom heimaftur til Pakstan í mars. Musharraf ætlaði sær at fara aftur í upp í politikk, men slapp ikki at stilla upp. Og í nátt varð hann altso handtikin. Boston Globe skrivaði í morgun at løgreglan hevur handtikið annan av teimum eftirlýstu monnunum fyri yvirgangsatsóknina undir Boston Maraton mánadagin. Nú skriva bløðini í Boston at annar av yvirgangsmonnunum er dripin, meðan hin framvegis er leysur. Løgreglulið jakstra nú hin mannin, og í býarpartinum har tey halda at hesin heldur til, eru fólk biðin um at halda seg innandura. Maðurin sum fyrr í morgun bleiv handtikin, er ikki ein av teimum mistinktu. Hesi vildi ikki fylgja boðunum frá løgregluni. Tí tók løgreglan hann við á støðina. Løgreglan valdi ígjár at almannakunngera myndir sum vísa tveir menn sum løgreglan metir eru teir sum standa aftanfyri atsóknina mánadagin har trý fólk doyðu og nærri 200 fingu løstir. Teir báðir mennirnir eru eygleiddir fleiri staðni mánadagin, og løgreglan skal hava myndir av øðrum manninum tá hann setur frá sær ein ryggsekk har ein av bumbunum eftir øllum at døma var í. Á myndunum síggjast tveir menn í baseball keppum. Báðir ganga við ryggsekki móti málinum í Boston Marathon. Á myndunum sæst, at annar av monnnum setir sín ryggsekk uttanfyri matstovuna, har spreingingin var, og gongur síðan avstað. Fáar minuttir seinni brast bumban. FBI sigur, at tað verður hildið, at menninir hava samstarvað. FBI heitir nú á amerikanskar borgarar um hjálp, so til ber at staðfesta, hvørjir menninir eru. Løgreglumaður dripin Fleiri hundra løgreglufólk hava í nátt verið við í eini atsókn í býnum Watertown og á lærda háskúlanum Massachusetts Institute of Technology MIT uttanfyri Boston. Tað er ikki greitt um hesar báðar hendingarnar hanga saman. Løgreglan fór til MIT aftaná at ein løgreglumaður bleiv skotin til deyðis. Í Watertown skal annar av teimum mistonktu yvirgangsmonnunum vera handtikin, sambært Boston Globe. Eitt samt løgting hækkaði karmin við 4,5 milliónum krónum, sum merkir, at tað nú vera bygdar 16 íbúðir eystan Heyg í Havn. Upprunauppskotið var at byggja 12 íbúðir. Byggingin er farin í gongd, og íbúðirnar verða avhendaðar í apríl 2014. Øssur Debess Eiriksfoss bleiv samanlagt nummar 20 í lopi yvir hest. Øssur Debes Eiriksfoss hevur búð og vant í Keypmannahavn síðan oktober í fjør og hevur gjørt lopini til sínar sergreinar. Hann venur við Gymnastikforeningen Gefion, har landsliðsvenjarin, Marian Rizan, er venjari 159 fimleikarar úr 37 londum luttaka í EM í amboðsfimleiki í Moskva. Í útvarpstíðindunum klokkan 18.00 er samrøða við Øssur Tað gongur tíverri ikki rætta vegin. Ov nógvir næmingar í føroyska fólkaskúlanum duga ov illa at stava føroyskt. Tað vísa úrslitini frá landsroyndunum í fjórða og sætta flokki, har næmingarnir skrivaðu fyrisøgn. 623 næmingar í fjórða flokki luttóku í royndini, og 18,8 prosent fingu vánaligasta úrslitið, sum er ikki nøktandi . 10 prosent fingu úrslitið undir miðal . Tað vil siga, at næstan 30 prosent eru undir miðal Niðasti bólkurin við vánaligasta úrslitinum ikki nøktandi hevur farnu árini ligið millum 3 og 6 prosent. Hesaferð er talið á teimum, sum eru ringast fyri, trífaldað, upp í 18,8 prosent. Tað sigur seg sjálvt, at tá bólkurin við teimum, sum klára seg minni væl veksur, so minkar bólkurin við teimum, sum klára seg væl. 13 prosent fingu úrslitið gott. Tað er tað lægsta nakrantíð. 21,3 fingu sera gott, sum er tað sama sum í fjør. Úrslitið í sætta flokki minnir um tað í fjórða flokki. Felags fyri báðar árgangirnar er, at bólkurin við teimum, sum duga undir miðal at stava, er nógv vaksin. Í sætta flokki eru tó heldur færri í niðastu bólkunum, knapt 18 prosent. Eg skilji ikki at tosað verður um at flyta arbeiðspláss úr Suðuroynni, Faroe Farming arbeiðir í løtuni við at vaksa um virksemi í Vági, sigur Árni Rasmussen, nevndarformaður í Faroe Farming. Hann sigur at talan kann gerast um at flyta fisk úr Suðuroynni undir ávísum umstøðum, men at talan er ikki um at nøkur arbeiðspláss hvørva fyri tað. Faroe Farming hugsar fyrst og fremst um lívfrøðisligu trygdina og hvussu vit annars hava so gott kappingarføri sum gjørligt. Vit hava eina avmarkaða orku at kryvja, og til tíðir hevur verið neyðugt at taka meir laks enn tað vit klára á virkinum í Vági, sigur hann. Serlig viðurskiftir Hann leggur afturat at alt virksemi hjá fyritøkuni er innanfyri galdandi reglur. Vit vænta eisini at mynduleikarnir framyvir fara at skipa reglurnar fyri alivinnuna í samsvari við tær høvuðsreglur sum hava veirð galdandi, nevnuliga bestu burðardygd og kappingarføri, sigur Árni Rasmussen. Tað kunna verða viðurskiftir á einum alibrúki, sum gera at tað er ein stórur fyrimunur at samstarva. Í hesum sambandi kann vera skilagott at brúka kapasitet á øðrum virkjum, sigur hann og nevnir at talan kann vera um at fiskurin er ov stórur, marknaðurin er serstakliga góður og prísirnir eru høgir og at fyritøkan við skjótari tøku vinnur meiri pening. Lívfrøðiligar orsøkir Hann nevnir eisini aðrar støður sum kunnu gera tað neyðugt at umhugsa at flyta fiskin. Tað kunnu verða lívfrøðilig viðuskiftir, sum veruliga hava tørv á skjótari tøku. til dømis at iltmangul er og fiskur doyr, ella kann ikki fóðrast. Nógv lús kann eisini gera tað neyðugt at umhugsa at fáa hjálp frá øðrum. Faroe Farming tekur sjálvandi øll lívfrøðilig stig at tryggja best møguliga trygdin veru hildin, eisini yvir eitt longri tíðarskeið. Við samstarvinum við Bakkafrost hevur Faroe Farming tryggja optimala biologiska trygt og harafturat hevur felagið við skjótari tøku kunna tryggja sær bestu prísir fyri selda laksin, sigur Árni Rasmussen. Hann vísir eisini á at ein av neyðætlanunum sum eru gjørdar fyri alingina í Føroyum er, at um sjúka verður staðfest, so skal fiskurin takast sum skjótast og tá skal tann kapasiturin sum er tøkur brúkast. Hoyr innslagið har Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum slær fast at Faroe Farming ikki sleppur at flyta livandi laks úr Suðuroynni Time Magazine hevur í dag almannakunngjørt sín lista yvir tey 100 sum tíðarritið metir hava størsta ávirkan í heiminum í dag. Á listanum finna vit bæði Barack og Michelle Obama, tónlistarkvinnuna Beyonc eacute , og kongaligu Kate Middleton. Á listanum er eisini fótbóltsspælarin sum fótbóltsáhugaðir føroyingar minnast úr Gundadali, Mario Balotelli. Í grundgevingini hjá Time Magazine, stendur at Magnus Carlsen er nakað heilt serligt. Grundgevingina hevur gamla talvkempan Gari Kasparov skrivað. Um tað eydnast honum at vekja talvhugin aftur, so fara vit skjótt at liva í Carlsen tíðini, skrivar Kasparov, ið sjálvur vandi Magnus Carlsen eitt tíðarskeið í 2009. Sjálvur sigur Magnus Carlsen umvegis sín umboðsmann, Espen Agdestein, at hann er stoltur av hesum heiðrinum, og at hann gleðir seg at fara til móttøkuna tá hon verður tann 23. apríl á Time Warner høvuðsstøðini í New York. Ferðaavgjaldið lækkar frá 1. oktober, úr 120 krónum, niður í 65 krónur fyri hvønn ferðaseðil. Landsstýrið mælti til at lækka ferðaavgjaldið niður í 95 krónur, men fíggjarnevndin mælir til at lækka avgjaldið niður í 65 krónur. Uppskotið um at lækka ferðaavgjaldið kemur til aðru viðgerð á tingfundinum, sum byrjar klokkan 13.30 Ongi skýggj at síggja á laksahimlinum so langt eyga sær segði Regin Jacobsen tá hann legði fram roknskapin hjá Bakkafrost í Oslo í februar. Og somu boð høvdu fleiri aðrir stjórar fyri laksafeløg á keypsskálanum í Oslo. Og útlit eru til at fyritøkur sum Bakkafrost hava minst tvey góð ár fyri framman. Nordea Markets, ið er ein av greinarafyritøkunum á aliøkinum, roknar við, at fleiri alifyritøkur koma at hava metstórt yvirskot komandi 12 15 mánaðirnar. Teir nevna tíðina sum er farin fyri fyrireikingina til veitslu, tí nú byrjar laksaveitslan av álvara. Vøksturin steðgaður Nordea vísir millum annað á, at í fyrsta ársfjóðringi var tikið minni av laksi, og vøksturin í Kili sær út til at vera minni enn væntað. Framleiðslan í Kili verður ikki 500.000 tons í ár, men kanska 465.000 tons, tí fellið er stórt. Nordea Markets roknar tí við at tøkan av laksi í heiminum verður nakað lægri enn framrokningarnar higartil hava mett. Greinararnir hjá Nordea Markets hava hækkað sína meting av miðal laksaprísinum fyri 2013 úr 34 upp í 35 krónur kilo. Og í 2014 fer laksaprísurin eisini at liggja um 35 krónur kilo. Stórt álit á Bakkafrost Nordea Markets hevur best álit á trimum alifyritøkum Bakkafrost, Lerøy Seafood og SalMar, ið eisini er størsti eigari í Bakkafrost. Í frágreiðingini hjá Nordea Markets, ið kom týsdagin, stendur, at hesar tríggjar fyritøkurnar hava útlit til stóra framgongd. Tær eru ikki virknar í Kili og framleiðslukostnaðurin er lágur. Greinararnir vísa á at besta fyritøkan síðani hon kom á Oslo Børs í 2010, er Bakkafrost. Føroyski alirisin hevur lágan framleiðslukostnað og hevur sett pengar í fóðurframleiðslu fyri at tryggja sær atgongd til alla framleiðsluketuna. Orsøkin til at tað í løtuni er ein fyrimunur at fyritøkurnar ikki eru í Kili, er, at alivinnan í suðuramerikanska landinum ikki er komin heilt fyri seg aftur, og framvegis óttast fleiri, at sjúka aftur skal gera um seg. Fleiri av kilensku fyritøkunum hava eisini stórar fíggjarligar trupulleikar. Fyrr í vikuni vardi hon phd ritgerð sína um havtasku undir Føroyum. Hetta fór fram á lærda háskúlanum í Tromsø. Hetta skrivar heimasíðan hjá havstovuni. Lise Ofstad hevur arbeitt við phd verkætlanini síðani 2009 og er komin fram til nógv áhugaverd úrslit viðvíkjandi føði, ferðing og nøgd av havtasku undir Føroyum. Millum annað, at havtasku dámar best hita millum 6 og 11 stig, og hon heldur seg burtur frá hita lægri enn 4 stig. Sum tær fyrstu um okkara leiðir vísa merkingar av havtasku víst, at hon ferðast millum djúp gýtingarøki um veturin til grynri føðiøki á Landgrunninum um summarið. Somuleiðis er ein stovnsmeting gjørd, sum vísir, at stovnurin var størstur í 2004 05 tá var hann 19.000 tons. Síðani er hann minkaður og í 2011 var hann 11.000 tons. Tað vísa kanningar, sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur gjørt av føroyskum alilaksi í fjør og heilt aftur til 2001. Gjørdar vóru 452 kanningar av alilaksi í fjør, skrivar heimasíðan hjá Starvsstovuni. Úrslitini vísa, at onki antibiotika ella leivdir av evnum móti laksalús er at finna í alilaksinum. Onki hevur verið at funnið av slíkum evnum í laksinum øll árini frá 2001, tá Føroyar í ES avtalu bundu seg til at gera slíkar kanningar. Kanningarnar vísa eisini, at tað eru lítlar nøgdir av kyksilvri, kadmium og blýggi í alifiskinum. Og nøgdirnar av lívrunnum evnum, so sum PCB og dioksin vóru eisini lágar. Vit hava fingið boð um, at trygdareftirlitið er hert, og at fólk skulu vænta, at tað fer at taka longri tíð at koma ígjøgnum. Og trygdareftirlit er frammanundan ein avbjóðing í USA, sigur Trine Kromann Mikkelsen, tíðindastjóri í flogfelagnum SAS, við Børsen. Ferðatíðarritið Standby skrivar, at gistingarhúsini í Boston ikki taka ímóti viðføri, uttan at ferðafólkini sjálvi eru hjástødd. Og á fleiri gistingarhúsum á Times Square í New York sleppa fólk bara inn, um tey kunnu prógva, at tey búgva har ella skulu kekka inn. Enn er ógreitt, hvør framdi bumbuatsóknina í Boston mánadagin. tvær bumbur brustu við málstrikuna undir kenda Boston Marathon, og trý fólk lótu lív. Sunnudagin 21. apríl er eitt av best umtóktu verkunum úr romantiska tíðarskeiðnum á skránni. Stríði móti ólógligum fiskiskapi er avgerandi fyri at vit kunnu tryggja burðardyggar fiskastovnar og lønsemi í fiskivinnuni, sigur norski fiskivinnumálaráðharrin Lisbeth Berg Hansen. Í dag kom felags norsk russiska fiskivinnunevndin við síni ársfrágreiðing. Nevndin hevur umfatandi tilfar at vísa til, bæði fylgissveinar og útflutningstøl verða brúkt fyri at halda eygu við hvussu nógv sum verður fiskað av hýsu og toski í Barentshavinum. Stríði móti ólógligum fiskiskapi hevur havt stóran týdning fyri fiskastovnarnar í Barentshavinum, og hetta stríði er væl skipað í dag. Eitt tætt samskifti millum umsiting og tilfeingiseftirlitið hevur verið avgerandi, sigur Berg Hansen. Hon vísir á at NEAFC reglurnar fyri havnaeftirlit hevur eydnast sera væl. Fyri Noreg er ES eisini ein góður samstarvsfelagi í stríðnum móti ólógligum fiskiskapi. Tað vísa kanningar, sum eru gjørdar í øllum teimum 27 ES londunum. Endamálið við kanningunum var at finna fram til, hvussu umfatandi svikið er við oksakjøti kring Evropa. DNA kanningar vórðu gjørdar av yvir 4.000 vørum við oksakjøti. Rossakjøt var í meira enn 190 av hesum vørunum, vístu kanningarnar. Heilsu og brúkarakommiserurin í ES, Tonio Borg, sigur at nú er umráðandi at endurskapa álitið á evropeiskar matvørur. Hetta er avgerandi fyri evropeiska búskapin, tí matvøruøkið er størsta einstaka økið innan evropeiska búskapin. Tað var í januar, at matvørumyndugleikarnir í Írlandi sum teir fyrstu í Evropa varnaðust, at rossakjøt var í burgarum, sum vórðu seldir sum oksakjøt. Og síðan tá vórðu fleiri avdúkingar um rossakjøt, sum varð selt sum oksakjøt. Elsebeth Mercedes Gunleygsdóttur, løgtingskvinna fyri Fólkaflokkin hevur sett Karsteni Hansen, landsstýrismanni í heilsumálum, skrivligan fyrispurning um Klaksvíkar Sjúkrahús. Hon vil millum annað hava at vita, hvat skal verða á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í framtíðini. Hon spyr millum annað um uppvenjing, urologi, ortopædi og medisinsk viðgerð framvegis skal vera ein partur av sjúkrahúsinum í Klaksvík. Landsstýrismaðurin svarar, at gongd er nú sett á arbeiðið við eini heilsunýskipan, har virksemið í heilsuverkinum skal endurskoðast við tí endamáli at gera neyðugar umskipanir. Færri dupultuppgávur Ein partur av hesum fevnir um at skerja sokallaðu dupultfunktiónirnar í heilsuverkinum, ma. við at gera eina serlæknaætlan. Sostatt skal støða takast til, hvussu serlæknaøkini sum til dømis urologi og ortopædi verða skipað í framtíðini, og hvat av hesum skal vera á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Karsten Hansen upplýsir somuleiðis, at arbeitt verður við eini frágreiðing, sum lýsir hugsjónina í ætlaðu heilsunýskipanini, og eftir ætlan verður frágreiðingin løgd fyri tingið til aðalorðaskifti í heyst. ES fyrireikar nú revsitiltøk móti Føroyum, afturfyri at føroyingar hava hækkað kvotuna av norðhavssild. Tað segði ES fiskivinnukommisserurin, Maria Damanaki, tá hon í gjár svaraði einum fyrispurningi í ES tinginum. Tað var írski tinglimurin, Pad de Coop Callager, sum spurdi Damanaki, um ES fer at revsa Føropyar og Ísland, tí londini hava ásett sína egnu kvotu av makrel, sum er væl hægri enn hini strandalondini meta, at føroyingar og íslendingar haav rætt til. Sum skiltist á svarinum hjá Damanaki, so eru ongar revsiatgerðir á veg viðvíkjandi makrelinum. Damanaki segði, at tvey týdningarmikil atlit skulu takast, og tey eru lógargrundarlagið og so sjálv timingin. Hon nevndi ikki nágreiniliga, hvat hon meinti við lógargrundarlagið, men tað tykist vera greitt, at ES illa kann seta revsiatgerðir í verk móti Føroyum orsakað av makrelkvotuni, tí ES ikki sjálvt fiskar burðardygt. Hugsar um Ísland Viðvíkjjandi timingini sigur Damanaki, at val er í Íslandi í næstum, og at ES ikki vil ávirka valtilgongdina í Íslandi. Men tá tað kemur til sildakvotuna, sigur Damanaki, at ES nevndin nú hevur sett gongd á mannagongdina at seta í verk handilsrevsiatgerðir móti Føroyum. Hetta samsvarar við tað, sum danski matvøruráðharrin, Mette Gjerskov, sigur um handilstiltøk móti Føroyum. Hon sigur at ikki kann roknast við nøkrum makreltiltøkum móti føroyingum og íslendarum enn á sinni. Revsa fyri sildaveiðuna Men møguliga kunnu tiltøk koma fyri sildaveiðuna hjá Føroyingum. Á ársfundinum hjá Danmarks Fiskeriforening um vikuskiftið heglaði við krøvum um at tiltøk eiga at vera sett í verk ímóti bæði Føroyum og Íslandi tí londini hava sett eina so høga makrelkvotu. Men krøvini um tiltøk vera neyvan fylgd í bræði. Danski matvøruráðharrin, Mette Gjerskov, ið luttók á ársfundinum, kundi ikki lova nakað sum helst. Heldur tvørturímóti, sambært heimasíðuni hjá Danmarks Fiskeriforening. Tiltøk av hesum slagi krevja at ES heldur seg innananfyri burðardygga veiðu eftir makreli, og tað ger ES ikki, segði Gjerskov. Hon vildi tó ikki siga meir neyvt hvussu støðan er í hesum málinum. Hetta er mín tulking av tí sum eg hoyri í ES, segði hon. Hinvegin kunnu føroyingar rokna við tiltøkum fyri sildaveiðuna, tí sambært Gjerskov livir ES fiskiskapurin eftir sild upp til tey burðurdyggu krøvini. Og sambært mariu Damanaki, fiskivinnukommiseri í gjár, so fyrireikar ES í løtuni revsiatgerðir móti Føroyum. Bara 46 prosent av føroyingum siga seg hava álit á landsins stýri. Tað vísir kanningin, sum Fólkaheilsuráðið herfyri gjørdi av, hvussu nøgdir føroyingar eru við tilveruna. Kanningin vísir, at føroyingar hava stórt álit á kommunustýrinum, politinum og rættarsamfelagnum, men tá tað snýr seg um álit á landsins leiðslu, minkar álitið í stórum. Tá tey verða spurd Hevur tú álit á landsins stýri , svara 46 prosent ja og 40 prosent svara nei. 13 prosent siga, at tey vita ikki og 1 prosent vil ikki svara. Áheitanin kom á tíðindafundinum, sum politiið hevði nú seinnapartin. Heitt varð á øll, sum hava tilfar frá gerningsstaðnum, um at venda sær til politiið við tí ongin smálutur er ov lítil, legði politiið dent á. Higartil hevur ongin hvørki bólkur ella einstaklingur tikið ábyrgdina av spreingingunum. Enn er ongin handtikin í málinum, og enn er ógreitt, hvør framdi atgerðina og hví. Síðan spreingingarnar hava tíðindi gingið um, at fleiri bumbur eru funnar ymsastaðni í Boston, men hetta er ikki rætt. Ongar bumbur eru funnar, uttan tær sum sprongdust í gjár við málstrikuna, sigur guvernørurin í Masachusettes. Økið við Boylston Street, har bumburnar brustu, er framvegis avbyrgt og tað verður tað væntandi tveir teir næstu dagarnar. Trý fólk doyðu í bumbuatsóknini og 144 vórðu løstað. Fleiri teirra vórðu illa løstað. Á ársfundinum hjá Danmarks Fiskeriforening um vikuskiftið heglaði við krøvum um at tiltøk eiga at vera sett í verk ímóti bæði Føroyum og Íslandi tí londini hava sett eina so høga makrelkvotu. Men krøvini um tiltøk vera neyvan fylgd í bræði. Danski matvøruráðharrin, Mette Gjerskov, ið luttók á ársfundinum, kundi ikki lova nakað sum helst. Heldur tvørturímóti, sambært heimasíðuni hjá Danmarks Fiskeriforening. Tiltøk av hesum slagi krevja at ES heldur seg innananfyri burðardygga veiðu eftir makreli, og tað ger ES ikki, segði Gjerskov. Hon vildi tó ikki siga meir neyvt hvussu støðan er í hesum málinum. Hetta er mín tulking av tí sum eg hoyri í ES, segði hon. Hinvegin kunnu føroyingar rokna við tiltøkum fyri sildaveiðuna, tí sambært Gjerskov livir ES fiskiskapurin eftir sild upp til tey burðurdyggu krøvini. Svøríki er uttan iva sterkasta landið í bólki fýra, sum Føroyar endaðu í. Svøríki bleiv nummar tvey í HM 2003 í USA, og í 2011 vunnu tær bronsuna í HM í Týsklandi. Bólkur 4 Svøríki Skotland Pólland N.írland Bosnia Føroyar Tað hendi í Beijing í gjár, tá íslendski uttanríkisráðharrin, Ouml ssur Skarph eacute ðinsson, skrivaði undir avtaluna. Forsætisráðharrarnir úr báðum londum vóru hjástaddir. Íslendski útflutningurin til Kina meira enn tvífaldaðist frá 2010 til í fjør, og meir enn 90 prosent av útflutninginum var fiskur ella fiskavørur. Avtalan ímillum Ísland og Kina fevnir um vørur og tænastur, upphavsrætt, kapping og íløgur. Miðað verður eisini eftir at betra um viðurskiftini ímillum londini, tá talan er um arbeiðsmegi og umhvørvi. Ísland og Kina hava verið væl í fleiri ár. Tá ísland undir kreppuni hevði brúk fyri hjálp frá IMF, vildu fleiri europeisk lond treyðugt gjalda, so leingi sum stríð var um Icesave málið. Tá strongdi Kina á, so Ísland fekk lánið frá IMF. Nú hava londini so undirskrivað eina fríhandilsavtalu. Bensinið kostar nú 10,85 fyri liturin og diesel til bilar 9,61. Tað er ein lækking uppá ávíkavist 19 og 30 oyru í mun til 5.mars. Føroysku oljuprísirnir fylgja prísunum á heimsmarknaðinum, sum eisini eru falnir seinastu tíðina. Og franskir borgarar skulu hava høvi at kanna øll viðurskiftir hjá ráðharrunum. Á tann hátt vónar forsetin, at hann kann skapa eitt sindur av álitinum aftur ímillum fronsku veljararnar. Allir teir 37 ráðharrarnir hava fingið somu boð. Tað hevur verið órógv í Fraklandi, eftir at tað kom fram, at ein av ráðharrunum átti eina loyniliga konto uttanlands, við 600.000 evrum, góðum fýra miljónum krónum. Seinni kom so fram, at ein av ráðgevunum hjá forsetanum, átti í tveimum feløgum, sum hava høvuðssæti í skattaparadísinum, Cayman islands. Múgvandi ráðharrar Tað fekk ilt í forsetan, sum gav øllum ráðharrunum boð um at almannakunngera bæði løn og ognir. Nú kunnu so fólk síggja, at uttanríkisráðharrin, Laurent Fabius, eigur mest, tríggjar ognir, sum eru verdar meir enn 30 miljónir krónur. Ein meiningakanning vísir, at 63 prosent av fronsku veljarunum halda, at ráðharrar eiga at almannakunngera sínar ognir. Tað er neyðugt, tí franska stjórnin stríðist ímóti afturgongd í búskapinum. Og við átakinum vónar forsetin at sleppa undan, at stjórnin fær skoðsmálið, sjampanjusosialistar. Trý fólk doyðu av bumbunum, men yvir 140 eru særd, og hjá 17 teirra stendur um lív. Nógv børn eru millum tey illa særdu. Millum tey deyðu skal ein átta ára gamal drongur vera Tað var tað gamla og siðbundna Boston Maratonið sum var mál fyri illgerðini. Tær báðar bumburnar brustu, tá umleið helvtin av rennarunum vóru komnir um málstrikuna. Politiið sigur í morgun, at í minsta lagi ein bumba afturat er funnin, sum kortini ikki er sprongd. Løgreglan skal í morgun hava framt eitt átak móti eini íbúð í býnum. Vil gera alt Nógvar gitingar eru í miðlunum um, hvør kann hava ábyrgdina av álopinum, men politiið, sum heldur regluligar tíðindafundir, hevur ikki viljað váttað, at nakar er undir illgruna. Barack Obama, forseti, segði í eini talu til tjóðina í nátt, at alt fer at verða gjørt til tess at finna tey seku. Forsetin ávaraði fólk ímóti at gera skjótar niðurstøður og geva onkrum tilvildarligum skyldina. Og hann brúkti ongantíð orðið yvirgangur, um tað sum hendi í Boston í gjár. Boston Maraton er millum heimsins elstu, tað byrjaði í 1897 og hvørt ár eru eini 20.000 fólk sum renna allan teinin í gøtunum í býnum. Tað sigur amerikanski uttanríkisráðharrin, John Kerry, sum er á vitjan í Japan. Støðan millum Norðurkorea, grannalandið fyri sunnan og USA hevur verið óvanliga spent seinastu tíðina, tí Norðurkorea hevur hótt við kríggi. USA er til reiðar at samráðast um kjarnorkuavdubbing, men Norðurkorea eigur at taka stig at halda tey lyfti, sum landið hevur givið, sigur John Kerry. Amerikanski uttanríkisráðharrin hevur verið á rundferð í Asia. John Kerry sigur, at samrøðurnar við leiðararnar í Kina og Suðurkorea vísa, at heimurin tosar við einari rødd, tá ið ræður um viðurskiftini mótvegis Norðurkorea. Norðurkoreansku ætlanirnar um kjarnorkurakettir hótta ikki einans grannalondini, men eisini fólkið í Norðurkorea, sigur John Kerry. Á hátíðarhaldinum, sum byrjar klokkan 15 seinnapartin, fer Ewald Kjølbro, stjóri í Landsverki, at bjóða vælkomin. Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, setir síðani spakan í. Eftir tað heldur borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, røðu. Arkitekturin, Bjarke Ingels, frá donsku teknistopvuni BiG og starvsfelagi hansara, Finn Nørkjær, fara at greiða frá hugskotinum við skúladeplinum. Marknagilsdepilin fer at kosta 515 milliónir krónur tá er innbúgvið íroknað. Skúlin gerst væl dýrari enn upprunaliga mett. Hann skuldi kosta 391 milliónir krónur, men tilboðini vóru nógv hægri. Landsverk skarvaði síðani meira enn 90 milliónir av verkætlanini, og haraftrat noyddist landsstýrismaðurin í tingið at biða um 64 milliónir aftrat. Í skúladeplinum verður studentaskúli, haldilsskúli og tekniskur skúli. Pláss verður fyri 1300 næmingum. Valnevndin hevur annars boðað frá, at virkandi forseti, Nicolas Maduro, hevur vunnið valið við teprum meiriluta. Maduro fekk 50,7 prosent av atkvøðunum, og Capriles fekk 49,1 prosent. Bara 235.000 atkvøður eru á muni. Men longu áðrenn uppteljingin var liðug, kom andstøðan við ákærum um valsvik. Capriles sigur, at tey í andstøðuni hava funnið yvir 3.000 tekin um skeivleikar í atkvøðugreiðsluni. Fyrrverandi forsetin, Hugo Chavez, sum doyði av krabbameini í mars, vísti sjálvur á Maduro sum næsta mann sín, og hetta gav Maduro ein stóran fyrimun í valstríðnum. Fámæltur og spakførur Maduro hevur lovað, at hann fer at vera trúfastur ímóti sosialistisku kósini hjá undanmanninum. Nýggi forsetin í Venesuela er 50 ára gamal. Í ungum árum var hann bussførari og virkin í fakfelagsrørsluni, áðrenn hann fór upp í politikk. Maduro gjørdist uttanríkisráðharri í 2006, og í fjør varð hann útnevndur til varaforseta. Eygleiðarar siga, at nýggi forsetin er fámæltur og spakførur, men at hann er til at samráðast við. Eins og undanmaðurin finst Maduro harðliga at USA. Borgarliga stjórnin í Svøríki fær ikki fíggjarligu gongdina at ganga eftir vild. Upprunaliga varð roknað við trimum prosentum í vøkstri í 2014, men nú sigur svenski fíggjarmálaráðharrin, Anders Borg, at vøksturin neyvan verður so stórur. Hann verður allarhelst bara 2,2 prosent. Orsøkin til, at vónirnar eru lakari, er, at svenska krónan er sterk og at útflutningurin til Evropa minkar orsakað av fíggjarkreppuni í evropeisku londunum. At svenska krónan er sterk hevur sína neiligu ávirkan á útflutningin og eisini á arbeiðsloysið. Væntandi verður arbeiðsloysið í Svøríki 8,4 prosent komandi ár. 75 prosent av teimum trúgvandi, sum verða jagstrað, eru kristin, og í túsundatali verða dripin hvørt ár fyri sína trúgv, skrivar Jyllandsposturin. Í Irak vóru ein miljón kristin undir Saddam Husein, men tveir triðinginar av teimum eru flýdd, síðani hann varð rikin frá valdinum. Tað sama ger seg galdandi í Egyptalandi, har átta miljónir kristin eru, og í Sýria, har tvær miljónir kristin búgva. Eisini í Nigeria og í Pakistan verða kristin jagstrað av víðgongdum muslimum. Danski uttanríkisráðharrin, Villy Søvndal sigur við blaðið, at hann stúrir fyri gongdini hjá teimum kristnu í Egyptalandi og í Sýria, og støðan tykist ikki vera nógv betri í Irak. Hann ger greitt, at lond sum ikki tryggja mannarættindini, eisini trúnna, kunnu rokna við at missa av stuðulinum sum tey fáa úr Danmark. Maduro fekk 50,76 prosent av atkvøðunum, meðan Henrique Capriles fekk 49,07 prosent, sambært valnevndini. Tað skrivar tíðindastovan Reuterts í morgun. Munurin millum teir báðar gjørdist munandi minni enn velharakanningarnar annars hava víst. Tær hava givið Maduro millum sjey og 20 prosent fleiri atkvøður enn Capriles. Stutt eftir at valhølini lótu aftur í gjár sendi Capriles út eini boð umvegis Twitter har hann vildi vera við at myndugleikarnir hava snýtt við valúrslitinum, og at tað veruliga úrslitið verður fjalt. Viðhaldsfólk hjá Capriles hava í nátt mótmælt í gøtunum, meðan viðhaldsfólk hjá Maduro hava fagnað sigrinum. Tað heldur nýggi stjórin fyri Arktisk Kommando, generalmajorur Stig Østergaard sambært Ritzau. Hann vísir á, at vantandi fylgisveina og radaraeftirlit merkir, at flogfør og skip kunnu ferðast í økinum, uttan at nakar ber eyga við tey. Vit hava ein taktisktan og hernaðarligan áhuga í at vita, hvørji hermálslig tiltøk fara fram beint uttanfyri okkara øki. Men í dag er alt eftirlitið tengd av, at flogførini og skipini sjálvi boða frá. Vit eru at kalla blind í mun til, hvat hendir, sigur Stig Østergaard. Ein annar serfrøðingur heldur, at danir áttu at hildið betur eygað við smugglarum, ið nýta arktiska farleiðina. Vælvitandi ráðharri Siemon Wiezeman, ið er granskari hjá svenska friðargranskingarsetrinum Sipri sigur við Jyllandsposten, at um ikki Danmark ger nakað, so kann tað í síðsta enda gerast ein trygdarpolitiskur trupulleiki, at eingin veit, hvat hendir uttan fyri Grønland. Danski verjumálararáðharrin, Nick Hækkerup, er væl vitandi um, at eftirlitið i Artkis eigur at verða styrkt. Økið veðrur uppraðfest í politisku semjuni um donsku verjuna, sigur hann. Antin umvegis danskar fylgisveinar og serlig ómannað flogfør, ella við at Danmark rindar fyri at gerast partur av útlendskum fylgisveinum. Føroya Tele skrivar á heimasíðuni, at orsøkin til órógvin, er at Føroya Tele hevur verið fyri álopum á sína skipan, og at hetta hevur órógvar teldupostsamskipanina og internetsambandið út í heim. Tað er DNS skipanin, ið er órógvað. Tað er ein skipan, ið umsetir nøvn til IP adressur. Føroya Tele skrivar, at hesin navnaservarin hevur verið órógvaður av álopi uttaneftir, ið ger at proppur kemur í. Talan er ikki um, at nakar et komin inn í skipanina hjá Føroya Tele, men um okkurt, ið órógvar skipanina, so at long bíðirøð kemur í samskiftið. Óvist er, hvør hevur ábyrgdina av hesum álopum. Í gjár varð staðfest, at álopið serliga kom úr Hollandi, og tað eydnaðist Føroya Tele at blokera hesar brúkarar. Men í dag koma álopini aðrastaðni frá, millum annað USA, skrivar Føroya Tele á heimasíðuni. Skipini eru í einum øki, sum er 35 fjórðingar eystur og vestur og tíggju fjórðingar norður og suður, upplýsir Fiskiveiðueftilitið. Skipini eru føroysk, íslendsk og russisk. Tey fáa úr 200 upp í 300 tons og niður í hálvthundrað tons um dagin. Tvey russisk og eitt íslendskt skip hava umskipað í Føroyum. Manning av Tjaldrinum hevur kannað tvær umskipingar. Fiskiveiðieftirlitið hevur bundið seg til at kannað minst 15 prosent av øllum umskipingum í Føroyum. Hesa ferð er talan um sambýli til fólk við sálarsjúku í Havn. Løgtingið samtykti á sumri 2011 at byggja sambýlið. Tað skuldi kosta 16,3 milliónir krónur. Byggiarbeiðið varð boðið út í november í fjør. Tilboðini vórðu latin upp beint fyri jól. Lægsta tilboðið var hálva triðju millión dýrari enn ráðgevararnir mettu. Byggiharrin, sum er Landsverk, fór alt fyri eitt at leita eftir sparingum. Byggingin er eisini seinkað í nærum tvey ár av einum rættarmáli um grundstykkið Eystan Heyg. Landið vann rættarmálið, men seinkingin hevur gjørt byggingina 700.000 krónur dýrari, tá roknað er við hálvum triðja prosenti í prístalshækking um árið, upplýsir Almannamálaráðið fyri løgtinginum. Og nú er løgtingið biðið um at játta 17,8 milliónir krónur, hálva aðru millión meira enn biðið varð um í 2011. 332 ferðir í fjør fekk harðskapur kvinnur at venda sær til Kvinnuhúsið. Tað eru 67 ferðir oftari enn í 2011. Kvinnuhúsið stovnaði tveir sjálvhjálparbólkar í 2012. Í bólkunum eru kvinnur, sum hava verið fyri harðskapi. Kvinnuhúsið fær áheitanir úr næstan øllum kommunum í Føroyum og eisini frá kvinnum uttanlands. Í fjør gistu 15 kvinnur og fimm børn á Kreppumiðstøðini í Havn. Í 2011 gistu 13 kvinnur og 15 børn har. Barnasjónvarpssendingin, sum verturin Jensina Olsen og fotografurin Rógvi Rasmussen framleiddu í fjør heyst, er í uppskoti at verða virðislønt á festivalinum. Nordisk Barne Medie Festival er ein festivalur fyri almennu Public Service støðirnar í Norðurlondum. Sostatt skal føroyska barnasjónvarpssendingin kappast við framleiðslur frá eitt nú DR, NRK og svenska sjónvarpið, SVT. Sætti partur í røðini hjá Kringvarpinum er innstillað í finalubólkinum fyri sjónvarpssendingar, ið eru ætlaðar børnum úr 0 upp í 6 ár í greinini fiktión. Sí sendingina, ið er innstillað, her. Hetta er kortini ikki fyrstu ferð, at sendingar hjá Kringvarpinum eru í uppskoti at fáa eina norðurlendska miðlavirðisløn fyri børn. Í mai 2011 fekk stovnurin tvær triðju virðislønir fyri ávikavist jólakalendaran Eg sá ein eingil og fyri eitt innslag í Barnaútvarpinum um pengar, sum Elin á Rógvi gjørdi. Sílaalingin hevur tikið dik á seg, serliga hjá norðmonnum. Og nú er prísurin eisini sera góður, og hann er eisini hægri enn besti prísurin sum man fær fyri aldan laks. Ilaks.no skrivar í dag at meðalútflutningsprísurin fyri norsk síl í farnu viku var 43,73 norskar krónur. Tað er 3,84 krónur, ella níggju prosent, hægri enn meðalprísurin var fyri aldan laks í farnu viku. Størsti keyparin av sílum úr Noregi er Russland. Russar gjalda enn meir enn onnur fyri síl, og meðalprísurin fyri aldu norsku sílini til Russlands var í farnu viku 44,69 krónur. Nakrir prísir eru hækkaðir, men aðrir eru lækkaðir, og tí eru brúkaraprísirnir tilsamans bara hækkaðir 0,5 prosent, skrivar Hagstovan. Prísirnir á matvørum samanlagt hava so at siga staðið í stað seinasta árið. Kjøt er 3,2 prosent dýrari og drekka er dýrkað 2,4 prosent. Hinvegin er frukt blivið 4,5 prosent bíligari, og matolja og fitievni er næstan 4 prosent bíligari. Hagstovan skrivar, at bólkurin ymiskar vørur og tænastur hækkaðu mest. Gjøld fyri fíggjartænastur eiga meginpartin av vøkstrinum. Prísirnir eru mest lækkaðir fyri innbúgv, húsbúnaðir og líknandi. Samskifti er eisini vorðið bíligari. Býráðið samtykti einmælt á eykabýráðsfundi í gjár at geva byggiloyvið. Byggiloyvið er í samsvari við semjuna, sum Fornminnisnevndin, Tvøroyrar kommuna og Varðin Pelagic gjørdu fyri knappliga trimum vikum síðani, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri. Semjan er um, hvussu útbyggingin hjá Varðanum Pelagic skal vera, so hon ikki órógvar gomlu handilshúsini og økið annars, sum Fornminnisnevndin ætlaði at fáa friðað. Semjan ger, at Fornminnisnevndin hevur slept kravinum um, at økið við handilshúsini verður friðað. Selmar Nielsen, arkitektur, hevur teknað útbyggingarætlanina hjá Varðanum Pelagic, sum allir partar eru nøgdir við. Kommunan ætlar eisini at dýpa havnina og gera atløgubryggjuna longri, men tað arbeiðið er ikki liðugt fyrireikað, sigur borgarstjórin á Tvøroyri. Samgongan tekur ikki undir við uppskotinum, og tað ger Javnaðflokkurin heldur ikki, sæst í álitinum hjá Fíggjarnevndini. Tjóðveldi mælir eisini til at kanna, hvat hendir í Føroyum, nú ES londini, møguliga eisini Danmark, fara at gera eitt felags fíggjareftirlit. Og tí tekur Javnaðarflokkurin undir við. Men tað ger samgongan ikki. Meirilutin í Fíggjarnevndini sigur, at fær ES fíggjareftirlitið avleiðingar fyri Føroyar, fer landsstýrismaðurin í fíggjarmálum at leggja neyðuga lóggávu um tað fyri løgtingið. Jørgen Niclasen hevur sagt í tinginum, at verður Danmark við í ES fíggjareftirlitinum, fer danska fíggjareftirlitið framvegis at hava eftirlitið við peningastovnunum í Føroyum. Tá fekk flokkurin 24,8 prosent av atkvøðunum, men nú er hann minni enn bæði Vinstri og Danski Fólkaflokkurin, vísa seinastu kanningarnar. Fyrr var ikki hildið møguligt, at danski Javnaðarflokkurin nakrantíð fór at fáa minni enn ein fjórðing av atkvøðunum, men nú liggur flokkurin væl niðanfyri 20 prosent. Størsti trupulleikin er, at veljararnir hvørva í allar ættir. Millum annað vísa kanningar, at flokkurin hevur mist 67.000 atkvøður til Danska Fólkaflokkin og 89.000 atkvøður til Eindarlistan. Ov høgravendur Ein av atfinningunum ímóti flokkinum er, at flokkurin stendur fyri einum enn meira borgarligum flokki, enn undanfarna samgonga gjørdi. Borgarliga samgongan mælti millum annað til at lækka toppskattin, lækka partafelagsskattin, spara í útbúgvingarstuðulinum og kontantveitingini. Tá segði javnaðarflokkurin nei, men hevur nú góðtikið at gera tað sum táverandi borgarliga samgongan mælti til, siga eygleiðarar. Av tí at veljararnir hjá Javnaðarflokkinum eru farnir í ymsar ættir, halda eygleiðarar tað vera torført at rætta gongdina aftur. Holberg fondene umsitir partabrøv fyri íleggjarar, og teir hava serliga gott eyga á Bakkafrost. Í eini samrøðu við norsku alisíðuna ilaks.no sigur Molnes at hann í Bakkafrost hevur funnið eitt partabræv hann hevur ein serliga góðan tokka til. Bakkafrost er ein lítil gimsteinur á keypsskálanum í Oslo, sigur hann. Han vísir á at sjálvt um føroyska felagið er rímuliga nýtt á Oslo Børs, so verður tað lagt til merkis millum greinarar og íleggjarar. Molnes vísir á føroysku alilóggávuna sum ein av orsøkunum til at Bakkafrost megnar at fáa so góð úrslit, tí alarin eigur allan fjørðin har hann alir, og tað ger tað einfaldari at tryggja at sjúka ikki sleppur at spjaða seg. Og Bakkafrost hevur úrslit sum eru serstakliga góð, og nógv betri enn tær norsku alifyritøkurnar kunnu vísa til, sigur Molnes í samrøðuni við ilaks.no Lundin er ikki friðaður alla staðni í landinum. Í Fugloynni er loyvt at fleyga lunda í tíggju dagar í summar, frá 10. til 20.juli. Á Viðareiði er royndarveiða loyvd. Men á Trøllanesi er fuglalandið friðað í eitt ár. Tað upplýsir Karl Johansen, sýslumaður fyri Norðoya Sýslu. Tríggjar grannastevnur um lundan vóru í Norðoyggjum í mars. Á Viðareiði er royndarveiða loyvd, mest fyri at røkja lundalandið, so rotta ella annað skaðadjór ikki yvirtaka lundalandið. Túrarnir skuldu skrásetast, og um eitt ár verður aftur grannastevna á Viðareiði um lundan. Í Fugloynni varð eisini samtykt at føra yvirlit yvir túrar og fong og hava grannastevnu aftur um eitt ár. Sýslumaðurin sigur, at á Trøllanesi vóru allir eigarnir umboðaðir á grannastevnuni. Næstan allir vóru á grannastevnunum á Viðareiði og í Fugloynni. Ivast í um grannastevnurnar eru tað rætta Fuglafrøðifelagið heldur, at landsstýrismaðurin eigur at fáa heimild til at friða fugl við kunngerð. Felagið ivast í, um grannastevnur eru rætti myndugleikin at taka avgerð um at friða eitt nú lunda. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur heitt á sýslumenninar um at skipa fyri grannastevnum, sum skulu friða lundan. Í Nólsoy og í Sumba hava grannastevnur friðað lundan. Í Mykinesi varð lundin friðaður longu í fjør, og tað verður hann helst aftur í ár. Ein 20 ára gamal maður og 43 ára gamla mamman eru dømd ávikavíst 9 og 7 mánaðarfongsul fyri at hava roynt at smugla 3,3 kilo av hasji úr Danmark til Føroya. Í Føroyum kann hasjið seljast fyri millum 750 900 túsund krónur. Móður og sonur vórðu handtikin fyri tveimum vikum síðani, tá tey komu til Føroya við Norrønu. Hasjið varð fjalt i einum hátalara í bilinum, sum tey høvdu við sær til Føroya. Talan er um føroyingar, sum eru búsitandi í Danmark. Í rættinum tvíhelt mamman um, at hon einki hevði við smuglingina at gera. Hon skaffaði ferðaseðlar til tey bæði til Føroya og meira vildi hon ikki vita um ferðina. Amfetamin í frystiboksini Løgreglan í Danmark gjørdi rannsóknir heima hjá mammuni, har har fann hon 18 gram av amfetamini í frystiboksini. Men sonurin hevur játtað, at hann eigur tað. Sonur játtaði seg sekan í at hava roynt at smugla hasjið. Hann greiddi í rættinum frá, at stórur eftirspurningur er eftir hasji í Føroyum, og hasjið skuldi latast øðrum til víðarisølu. Maðurin vildi tó ikki siga, hvar hann hevði fingið hasjið. Hann bað mammuna koma við til Føroya, fyri ikki at vekja illgruna hjá tollarum í Føroyum. Ikki dømd fyrr Grundgevingin hjá Føroya Rætti er, at 20 ára gamli maðurin skaffaði rúsevnini og skaffaði bilin, men at mamman gjørdi sítt til, at ferðin til Føroya lat seg gera. Tað verður Bjørn Kalsø, landsstýrismaðir í mentamálum, sum loysir fyrsta flagið. Marknagilsdepilin skal eftir ætlan skal vera liðugur á sumri í 2016. Á hátíðarhaldinum, sum byrjar klokkan 15 seinnapartin mánadagin, fer Ewald Kjølbro, stjóri í Landsverki, at bjóða vælkomin. Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, setir síðani spakan í. Eftir tað heldur borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, røðu. Síðani verður ábit í skúlaheiminum, har arkitekturin, Bjarke Ingel, fer at greiða frá verkætlanini við skúladeplinum. Marknagilsdepilin fer at kosta 515 milliónir krónur, tá er innbúgvið íroknað. Skúlin gerst væl dýrari enn upprunaliga mett. Hann skuldi kosta 391 milliónir krónur, men tilboðini vóru nógv hægri. Landsverk skarvaði síðani meira enn 90 milliónir av verkætlanini, og haraftrat noyddist landsstýrismaðurin í Løgtingið at biða um 64 milliónir aftrat. Jarðarferðin verður á sama støði sum tá móðir Elisabeth, drotning og Lady Diana vórðu jarðaðar, skriva fleiri tíðindastovur. Thatcher verður í Bretlandi nevnd sum baronessa, tann heiðurin fekk hon í 1992. Undan jarðarferðini skal kistan standa í palace of Westminster, har bretska parlamentið heldur til, og sum Thatcher fyrstu ferð varð vald í í 1959. Úr kapellinum verðir kistan førd ígjøgnum London til Saint Paul s Cathedral, haðani sjálv jarðaferðin verður. Margareth Thatcher var forsætisráðharri í Bretlandi frá 1979 til 1990. Eitt sindur meira av toski var at fáa í ár samanborið við í fjør, men tó er nøgdin lítil samanborið við onnur ár. Eisini er lítið av hýsu at fáa. Magakanningar hava víst, at toskur og hýsa eta meira av nebbasild og minni av krabbadjórum enn onnur ár. Hetta var triðja yvirlitstrolingin hjá Magnusi Heinaysni í ár. Bakkafrost hevur í morgun boða keypsskálanum í Oslo frá at fyritøkan ætlar at geva starvsfólkunum ein bonus fyri avrikið í 2012. Gávan frá fyritøkuni eru partabrøv í Bakkafrost. Í boðunum til Oslo Børs verður sagt at øll sum arbeiddu fulla tíð hjá Bakkafrost í 2012, og sum framvegis eru í arbeiði hjá fyritøkuni, fáa partabrøv. Hesi fáa partabrøv til eitt virði sum svarar til tvey prosent av útgoldnari løn í 2012. Virði á Bakkafrost partabrævinum var klokkan 12 føroyska tíð 72,25 norskar krónur. Í hesari vikuni viðger Borgara og brúkaranevndin hjá Norðurlandaráðnum eitt føroyskt uppskot um kvinnur og fráflyting. Uppskotið eiga Høgni Hoydal, limur í Norðurlandaráðnum, og Bjørt Samuelsen, tiltakslimur. Tey mæla til, at Norðurlond savna sínar royndir og leggja eina felags strategi fyri at steðga fráflyting, serliga hjá kvinnum, og venda fráflytingini til tilflyting. Høgni Hoydal og Bjørt Samuelsen vilja hava Norðurlandaráðið at heita á stjórnirnar í Norðurlondum um at gera og seta pengar av til eina miðvísa heildarætlan um at steðga fráflytingin og skapa vøkstur í økjum, har fólkatalið minkar. Tíðin er komin Heildarætlanin skal hava ítøkilig uppskot um fleiri arbeiðspláss til kvinnur, betri møguleikar hjá kvinnum at stovna egna fyritøku og útbúgvingarmøguleikar fyri kvinnur, eisini fjarundirvísing og undirvísing fyri vaksnar kvinnur. Í ávísum økjum í øðrum Norðurlondum er støðan tann sama sum í Føroyum, fráflytingin er størri enn tilflytingin, burðaravlopið minkar, og serliga kvinnurnar flyta og ikki hava hug at venda aftur. Høgni Hoydal og Bjørt Samuelsen siga, at nógv hagtøl og gransking eru um fráflyting, miðsavning og skeiklaða fólkasamanseting. Tíðin er komin at umseta alla hesa góðu vitan til felags politisk átøk, sum kunnu venda gongdini. So væl, at Vinnuhúsið mælir landsstýrinum til at seta ferð á útbjóðingina. Tað almenna eigur í størri mun at bjóða út almennar tænastur, so privatar fyritøkur eisini kunnu bjóða seg fram at veita hesar tænastur. Hetta er púra vanligt í grannalondunum, av tí at privatar fyritøkur, sambært Vinnuhúsinum, ofta kunnu veita tænasturnar bíligari enn tað almenna ger. Tær tænastur, sum liggja mest ræðið fyri at bjóða út, eru tænastur, har tað er lutfalsliga lætt at áseta góðskutreytirnar. Og har tað er lutfalsliga lætt at hava eftirlit við, at privati veitarin heldur ta ásettu góðskuna, sigur Vinnuhúsið. Nú stendur tað til politiska myndugleikan, stovnar og privatavinnulívið at síggja til, at tiltøkini verða framd, sigur Arbeiðsgevarafelagið. Fólkatalið minkar, og hetta er størsta avbjóðingin, sum Føroyar hava. Heildarætlanin kemur við tilmælum, sum kunnu venda gongdini og aftur skapa fólkavøkstur. Og samstundis sum heildarætlanin hevur verið fyrireikað, frættist, at fleiri stovnar, feløg og fyritøkur longu hava tikið stig, sum kundu verið átøk í heildarætlanini, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag. Margaret Hilda Thatcher, fødd 13. oktober 1925, var fyrsta, og higartil einasta kvinnan, sum hevur verið forsætisráðharri í Stórabretlandi. 87 ára gamla Thatcher andaðist í morgun, váttar talsmaður hennara, Lord Tim Bell. Margaret Thatcher bleiv kend sum Jarnkvinnan , serliga aftaná at hon stóð á odda fyri Stórabretlandi undir Falklandskrígnum í 1982. Hon var leiðari fyri konservativa flokkinum frá 1975 til 1990. Hon gjørdist forsætisráðharri í 1979, og noyddist at leggja frá sær í 1990, tá egni flokkur hennara vrakaði hana. Næstu tríggjar vikurnar koma 1300 týsk ferðafólk til Føroya við Norrønu, 450 á hvørjum túri, skrivar Portalurin. Tey búgva umborð á Norrønu, sum steðgar á í Føroyum mánadag og hósdag. Smyril Line roynir at leingja ferðavinnuvertíðina, og tað er í hesum sambandi, at týska ferðavinnufelagið, Trend Tours, hevur marknaðarført og selt týskarum túrin. Átta bussar koyra ferðafólkini ymsa staðni úr Týsklandi til Hirtshals, haðani Norrøna flytir tey til Føroya leygardag. Tá skipið kemur á Havnina mánamorgun, fara bussarnir útferð í Føroyum. Seinnapart gongur leiðin til Íslands, har steðgað verður hálvt annað samdøgur. Stórur áhugi Tá Norrøna kemur á Havnina hósdag, fara ferðafólkini aftur útferð í Føroyum, og um kvøldið gongur leiðin til Danmarkar. Henny á Líknargøtu, sølu og marknaðarleiðari á Smyril Line, sigur við Portalin, at stóri áhugin hjá týskarum at ferðast til Føroya og Íslands longu í apríl, vísir, at tað hevur eydnast at leingja ferðavinnuvertíðina í ár. Úrslitið gjørdist eitt vónbrot. Komið varð fram á spor av gassi í einum jarðlagi, men ongin olja varð staðfest, og brunnurin er mettur at vera tómur. Men feløgini, sum hava verið við í boringini, hava fingið týdningarmiklar upplýsingar, sum minka um váðan í hesum stóra leitiloyvi í Barentshavinum, sigur Faroe Petroleum í tíðindaskrivi. Faroe Petroleum hevur tó ikki givið skarvin yvir enn. Seks leitibrunnar skulu borast í ár og næstu árini, fimm í norskum øki og ein í bretskum øki. Faroe Petroleum eigur 12,5 prosent av loyvinum í Darwin leitibrunninum. Tað er eitt av tilmælunum í nýggju heildarætlanini Fólkaflyting og fólkavøkstur , sum ein arbeiðsbólkur handaði landsstýrismanninum í vinnumálum fríggjadagin. Arbeiðsbólkurin sigur, at nøktandi bústaðir er ein grundleggjandi fortreyt fyri, at fólk støðast, og at fleiri leggjast aftrat. Størsta forðingin hjá mongum at búseta seg í Føroyum og hjá útisetum at flyta aftur til Føroya er, at her eru ov fáir leigubústaðir, sigur arbeiðsbólkurin. Eftir fleiri ár uttanlands er tað hjá mongum ein ov stórur biti at keypa hús og seta seg í skuld, verður víst á. Sambært ætlanini er endamálið at fjøltátta bústaðarútboðið, so tað nøktar tørvin um alt landið. Mett verður, at ætlanin fer at kotsa okkurt um 500 milliónir krónur tilsamans hetta til 2020. Men eingin beinleiðis fígging skal fáast til vega úr landskassanum. Bústaðir, sum fyrr æt Húsalánsgrunnurin, hevur lagt eina ætlan fyri bygging av leigu og lutabústøðum næstu árini. Um vikuskiftið kunngjørdu norskir og svenskir serfrøðingar eina kanning, og teirra niðurstøða er, at onkur av manningini á Scandinavian Star setti eld á, til tess at fremja tryggingarsvik. Serfrøðingarnir hava kannað 23.000 ymisk skjøl, og hava eisini tosað við fleiri, sum komu frá eldsbrunanum við lívinum. Scandinavian Star var á veg úr Oslo til Frederikshavn, tá eldurin kyknaði. 159 fólk lótu lív. Norska løgreglan, sum kannaði málið tí eldurin kyknaði, meðan skipið var í norskum sjógvi kom tíðliga í sínum kanningum til ta niðurstøðu, ein ein danskur lastbilførari, sum fyrr varð dømdur fyri eldáseting, eisini setti eld á Scandinavian Star. Lastbilførarin var sjálvur millum teirra, sum lótu lív. Norska løgreglan boðaði um vikuskiftið frá at tey fara at kanna málið av nýggjum, og at tey fara at seta seg í samband við serfrøðingarnar sum nú hava lagt fram tí nýggju frágreiðingina. Føroyar eiga at vera við í einari nýggjari samgongu, NASA, Norðuratlantssamgonguni, saman við Grønlandi, Íslandi og Norra og kanska Skotlandi eisini. Tað segði Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, í røðu sínari á flokstinginum, sum var fríggjadagin og í gjár. Hann segði, at Norðuratlantshav og Arktiska økið hava alt størri áhuga hjá stórveldum, londum og altjóða fyritøkum. Veðurlagsbroytingar, tørvurin á ráevnum og nýggjar siglingarleiðir norður um Norðpólin gera hetta stóra økið eitt tað týdningarmesta í heiminum komandi árini. Hetta gevur Føroyum nýggjar møguleikar, men eisini stórar avbjóðingar, sum krevja miðvíst altjóða samstarv. Tjóðirnar í Norðuratlantshavi og Artktiska økinum skulu sjálvar stýra og taka ábyrgd av gongdini, segði Høgni Hoydal. Vil hava skotar við Fremstu samstarvsfelagar í føroyska uttanríkispolitikkinum eru Útnorðurlondini, Ísland og Grønland. Hóast Norra higartil hevur kastað saman við ES í týdningarmiklum málum fyri Norðuratlantshav, eiga vit tó støðugt at miða eftir at skipa eina Norðuratlantssamgongu millum Føroyar, Ísland, Grønland og Noreg, segði Høgni Hoydal. Skotland tekur í løtuni eisini stig til at gerast sjálvstøðugt land, og tað gevur eisini møguleika fyri, at øll okkara næstu grannalond kunnu gerast partur av eini Norðuratlantssamgongu. Sambært Tjóðveldi skal NASA hava samstarv um fríhandil, trygdarpolitikk og verjumál, sivila tilbúgving, umhvørvistilbúgving, eftirlit við sjó og loftøki, skipatrygd, avtalur um tilfeingisumsiting og gransking í okkara tilfeingi, útbúgving og gransking og heilsumál. Landsstýrið fekk heildarætlanina fríggjadagin. Á pallborðsfundinum fer arbeiðsbólkurin, sum gjørdi heildarætlanina, at leggja ætlanina fram. Heildarætlanin nevnir 37 tiltøk, sum kosta 700 milliónir krónur at fremja. Annleyg Lamhauge fer at greiða frá trivnaðarkanning, sum Fólkaheilsuráðið gjørdi. Sambært kanningini siga føroyingar seg hava tað gott og kenna seg trygg í Føroyum. Men vit eru ikki so røsk, tá ræður um at viðmæla okkara land fyri vinum og kenningum. Formenninir í flokkunum fara at viðgera nakrar spurningar hvussu fáa vit fleiri at taka útbúgving í Føroyum, hvat kann gerast fyri at betra um lívskorini í Føroyum, hvussu styrkja vit tilknýtið til okkara útisetar og, hvat ætlar politiska skipanin at gera fyri at venda gongdini. Felagsliðið í Gøtu og Leirvík vann í lívligum dysti á grannunum úr Fuglafirði í Sarpisgerði í Norðragøtu í dag. Úrslitið var 3 2. Fuglfirðingar vóru annars á odda bæði 1 0 og 2 1 og varðveittu leiðsluna til einir tíggju minuttir vóru eftir at spæla. Tá gjørdi Víkingur bart við tveimum málum. Sigursmálið skeyt Heðin Hansen við frálíkum skoti. Sigurin ber í sær, at Víkingur er nýtt oddalið, men fyribils hava teir oddasessin til láns, tí vinnur KÍ útsetta dystin móti EB Streymi í Klaksvík mikukvøldið, er KÍ einsamalt á odda. HB var ikki ment at vinna á 07 Vestur ella tíansheldur at fáa nakað mál móti uppflytarunum í Gundadali í dag. HB sat tungt á dystinum og mangan vóru teir um reppið at leggja seg á odda, men teir vóru ikki nóg neyvir, tá ið á stóð. Vágamenn stríddust væl og vóru heldur ikki vandaleysir í sínum atsóknum. Var Camara heppin, kundi hann tað sama havt lagt 07 Vestur framum. NSÍ vann við bit og slit á B36 í Runavík í dag. Sigursmálið kom í longdu leiktíðini, og tað skeyt Magnus Olsen. NSÍ hevði verið tað vandameira av liðunum í dystinum, tí var tað ikki heilt av lið, at teir fingu eitt mál til endans. Í Trongisvági eydnaðist TB at tryggja sær sigurin á fyrsta sinni í ár. Móti AB vunnu teir 2 0. Men TB noyddist kortini at arbeiða hart fyri sigrinum, tí so leingi støðan var 1 0, var AB fleiri ferðir nær við at javna. Fimti dysturin millum KÍ og EB Streymur verður ætlandi spældur í Klaksvík mikudagin klokkan 18 00. Frammanundan var ivi um, hvørt tað fór at vera Lars Emil Johansen ella floksfelagi hansara, Hans Enoksen, sum skuldi vera nýggjur tingformaður. Men tá av tornaði var tað Lars Emil Johansen, sum kemur at standa á odda fyri grønlendska landstinginum komandi árini. Á atkvøðugreiðslu í gjár um valbærið hjá Nikku Olsen avgjørdi landstingið, at Nikku Olsen ikki er verdur at sita í landstinginum. Tað hava verið nógvar søgur í grønlendsku miðlunum um, at Nikku Olsen hevur verið blandaður upp í harðskap. Sjálvur hevur Nikku Olsen alment noktað fyri, at hann er ákærdur ella dømdur fyri nakað. Men seinnapartin í gjár viðgekk hann, at hann í 2005 gav táverandi unnustu ein undir vangan. Hann sigur, at hann varð ongantíð dømdur fyri hendingina, tí málið endaði við einari semju í 2008, har Nikku Olsen rindaði fyrrverandi unnustuni endurgjald. Ein háan móti veljarunum Málið við valbærinum hjá Nikku Olsen er ein demokratisk gøla og eigur at fáa avleiðingar til næsta val. hetta er ein háan móti veljarunum serliga veljarunum, sum hava sett krossin við Nikku Olsen, heldur formaðurin fyri demokratarnar, Jens B. Frederiksen. Tað er ikki í lagi at stovna ein flokk og stilla upp til val, um tú veitst, at tú ikki er valbærur, sigur Jens B. Frederiksen. hann sigur, at Demokratarnir arbeiða við einum lógaruppskoti, sum ger tað møguligt at kanna valevnini, áðrenn veljararnir seta krossin. Hann heldur tað vera skammiligt, at fólk stilla upp, hóast tey vita, at tey ikki eru valbær. Ístaðin fyri Nikku Olsen verður tað Lars P. Mathæussen, sum fer at sita í landstinginum fyri Partii Inuit. Bæði alisíðan Intrafish og greinarin hjá Nordea Markets, Kolbjørn Giskeødeg aring rd, boða í dag frá at kiloprísurin á laksi kemur væl uppum 40 krónur kilo tað komandi vikuna. Talan er um at kiloprísurin verður millum tvær og tríggjar krónur hægri í næstu viku, enn hann hevur verið hesa vikuna. Meðalprísirnir í Noregi vera komandi viku hesir Laksur 2 3 kilo 35 36 krónur pr kilo Laksur 3 4 kilo 39 40 krónur pr kilo Laksur omanfyri 4 kilo 40 42 krónur. Kolbjørn Giskeødeg aring rd sigur í eini viðmerking at prísurin á laksi kemur at liggja omanfyri 40 krónur í næstu viku, og leggur samstundis afturat at ongin orsøk er at óttast at laksaprísurin skal skrambla niður aftur í 2013. Han vísir á at ein kaldur vetur ger at vøksturin hevur verið minni, og at minni verður av laksi á marknaðinum av tí sama. Men tað verður gjørt, skilst á landsstýrismanninum í innlendismálum. Tí eingin hevur kannað grótkastini, sum verja havnina móti briminum. Men tað verður gjørt, skilst á landsstýrismanninum í innlendismálum. Kári P. Højgaard hevur svarað Pálli á Reynatúgvu, løgtingsmanni, sum spurdi um viðlíkahald av samferðsluhavnunum. Sambært svarinum hevur eingin kannað, hvussu til stendur við grótkastunum í Skopun. Landsverk veit tó, at skaðar eru á tí stóra syðra grótkastinum. Har sæst, at brimið hevur skolað grót burtur. Støðan er tó ikki hættislig enn, verður sagt. Ikki regluligt eftirlit Landsstýrismaðurin sigur, at tað áliggur ikki landinum at halda og reka kommunalar havnir. Hann ætlar kortini at heita á Landsverk um at fáa eina støðulýsing úr Skopun. Annars hevur Landsverk eftirlit við havnum og ferjulegum, sum landið eigur, og heldur tær viðlíka. Landsverk hevur ikki regluligt eftirlit við kommunalum havnum. Landsverk hevur hvørki manning ella játtan til tílíkt regluligt eftirlit. Í Skopun, sum er kommunal havn, hevur Landsverk kortini eftirlit við og viðlíkahald av sjálvari ferjuleguni, eitt nú ferjurampanum, sigur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, í svari sínum. Nú er leyst og liðugt hjá býráðnum á Tvøroyri at geva Varðanum Pelagic byggiloyvi til frystigoymslu og at gera nýggja atløgubryggju við uppsjóvarvirkið. Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, góðkendi í gjár broytingarnar í byggisamtyktini fyri havnarlagið á Tvøroyri. Hann fekk broytingarnar mikudagin, og seinnapartin í gjár fekk býráðið at vita, at alt er í lagi. Eingin mótmælti broytingunum. Kærufreistin endaði týsdagin. Portalurin hevur í dag tíðindi innan akutelt, ítrótt og mentan, og tað er veitingin til hesar síður, ið verða bodnar út. Sum skilst kunnu umsøkjarar verða grundfestar fyritøkur við royndum á fjølmiðlaøkinum, ella fjølmiðlafólk og onnur, ið taka seg saman um uppgávuna. Portalurin hevur meira enn 70.000 brúkarar um vikuna. Eirikur Lindenskov, stjóri í Miðlahúsinum, sigur við Útvarpið, at Miðlahúsið fer at bjóða upp á portal.fo. Skuldi tað hent, at portal.fo verður latið øðrum at røkja, fer Miðlahúsið at koma við einum nýggjum portali, sigur Eirikur Lindenskov. Seinastu 12 árini hevur Sosialurin verið fastur tíðindaveitari til portal.fo, men Føroya Tele, sum eigur portalin, hevur gjørt nú gjørt av at bjóða tænastuna út av nýggjum. Portalurin hevur í dag tíðindi innan akutelt, ítrótt og mentan, og tað er veitingin til hesar síður, ið verða bodnar út. Portalurin hevur meira enn 70.000 brúkarar um vikuna. Eirikur Lindenskov, stjóri í Miðlahúsinum sigur, at Miðlahúsið fer at bjóða upp á uppgávuna. Skuldi onkur annar fari avstað við Portalinum, verður tað ikki mønustingurin hjá Miðlahúsinum, sigur blaðstjórin. Rættarnevndin er nú farin at tosa um stjórnarskipanina hjá Tjóðveldi og Framsókn. Men ikki meira enn tað. Innkallingar eru ikki gjørdar til næsta fundin hjá nevndini, sum verður mikudagin. Rættarnevndin hevur havt uppskotið um stjórnarskipan síðani 11.mars, tá fyrsta viðgerð var í tinginum. Málið var síðani á dagsskránni fyri fýra fundir hjá nevndini, uttan tó at verða viðgjørt. Í gjár var málið aftur á skránni. Og tá umrøddi nevndin málið fyri fyrstu ferð. Vit súlta ikki málið Men enn hevur nevndin ikki biðið fólk um at koma á fund hjá nevndini í sambandi við málið. Pálmasunnudag avsannaði forkvinnan í Rættarnevndini, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir í Fólkaflokkinum, við Útvarpið, at stjórnarskipanin verður súltað í nevndini. At súlta eitt uppskot merkir, at tað dettur burtur, tá tingsetan endar á ólavsøku, ella tað ikki verður liðugt viðgjørt, tá tingið fer í summarfrí. Forkvinnan í Rættarnevndini segði, at ætlanin er millum annað at biðja løgmann koma á fund, tí hann hevur sagt alment, at hann kemur við einum uppskoti um stjórnarskipan. Samstundis verður framvegis kannað, um til ber at fáa eina føroyska realkredittfígging til sethús. Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, í svari til Paula Petersen, løgtingsmann, sum spurdi um lagaligari sethúsalán enn tey, sum nú ber til at fáa í Føroyum. Pauli Petersen spurdi millum annað, um landsstýrið ætlar at selja landsins partabrøv í BankNordik og brúka pengarnar til at styrkja Føroya Bústaðafelag, Bústaðir, sum er komið í staðin fyri Húsalánsgrunnin. Jørgen Niclasen sigur, at landsstýrið fylgir alla tíðina við gongdini á fíggjarmarknaðunum, eisini við tí í huga møguliga at selja partabrøvini í BankNordik. Selja ikki sín triðing Í løtuni eru tó ongar ítøkiligar ætlanir um at selja partin í BankNordik og brúka peningin til at styrkja kapitalin hjá Føroya Bústaðafelag, sigur Jørgen Niclasen. Landsstýrið eigur umvegis Fíggingargrunnin ein triðing av BankNordik. Og sambært bóklinginum Á rættari kós ætlar landsstýrið sær stórt vinningsbýti frá BankNordik næstu árini, tíggju milliónir næsta ár og síðani minst 25 milliónir krónur um árið. Arbeiði heldur fram Jørgen Niclasen sigur eisini í svarinum, at fyribils er staðfest, at Bústaðir kunnu ikki sjálvir standa fyri einari føroyskari loysn við realkredittfígging, og heldur ikki bjóða realkredittfígging frá donskum realkredittfeløgum. Hildið verður tó fram at kanna, um til ber at skipa samstarv millum Bústaðir og fíggingarstovnar um bíligari realkredittfígging í Føroyum. Bústaðir arbeiða í løtuni við at gera eina heildarfrágreiðing um møguleikarnar fyri betri fígging á føroyska bústaðarmarknaðinum. Bíðað verður eftir hesari frágreiðing, áðrenn avgjørt verður, hvat skal gerast, sigur Jørgen Niclasen. Landsstýrismaðurin í innlendismálum kann, uttan at spyrja nakran, góðkenna broytingarnar alt fyri eitt. Hann kann eisini leggja tær fyri Býarskipanarnevndina hjá landsstýrinum til ummælis. Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, sigur, at tað verður avgjørt í dag, hvussu farast skal fram við broytingini í byggisamtyktini, sum borgarstjórin á Tvøroyri handaði landsstýrismanninum í gjár. Kári P. Højgaard sigur tó eisini, at øllum kunnugt hevur hetta málið skund. Freistin broytt Eingin kærdi avgerðina hjá býráðnum á Tvøroyri um at broyta byggisamtyktina fyri havnarlagið, so Varðin Pelagic fær bygt sína frystigoymslu. Býráðið brúkti undantaksregluna í lógini um býarskipanir og byggisamtyktir, sum løgtingið samtykti eftir áheitan frá Innlendismálaráðnum, tí býráðið á Tvøroyri og Varðin Pelagic høvdu brúk fyri henni. Lógarbroytingin ger, at framløgufreist og kærufreist kunnu vera ein og tann sama, ein vika. Og freistin var úti týsdagin, 2.apríl. Eingin kærdi, upplýsir býráðið. Tað skrivar Ritzau tíðindastovan í morgun. Silkeborg IF hevur í dag gjørt avtalu við føroyska málverjan, sum í nakrar mánaðir hevur verið uttan sáttmála. Avtalan er gjørd tí vanligi málverjin hjá Silkeborg er skaddur og varð lagdur undir skurð í gjár. Eitt yvirlit hjá norsku alisíðuni vísir at føroyski alirisin eisini er millum tær stóru fyritøkurnar í heiminum. Fremst liggja fýra norskar fyritøkur sum framleiða frá góðum 100.000 tonsum til 350.000 tons um árið. Hesar fyritøkurnar eru Marine Harvest við góðum 350.000 tonsum, síðani koma Lerøy og Cermaq sum framleiða góð 150.000 tons og á fjórða plássi kemur høvuðseigarin í Bakkafrost, Salmar við góðum 100.000 tonsum. Bakkafrost kemur á eitt áttanda pláss við síni framleiðslu á umleið 50.000 tons. Í Europa kemur Bakkafrost á eitt sættapláss, og frammanfyri eru bara norskar fyritøkur. Topp 20 listin hjá ilaks.no sær soleiðis út og byggir á hvat feløgini meta at tey fara at taka av laksi í 2013. Invermar Marine Harvest hevur keypt Morpol. Tað merkir at framleiðslan hjá norska risanum nú nærkast 400.000 tonsum. Í 2016 skal hallið verða burtur. Politiski málsetningurin um hallið, sum skal burtur, stendur framvegis ovast á skrá. Løgtingið viðgerð beint nú fíggjarkarmarnar fyri árini 2014 til 2018 undir heitinum Á rættari kós . Kringvarpið skipar tí fyri einum politiskum kjaki í Kringvarpshøllini, sum verður sent í bæði sjónvarpi og útvarpi. Endamálið er at kanna kósina og taka nakrar av høvuðstættunum í samfelag okkara fram í almenna ljósið. Vertir eru Liljan Weihe og Høgni í Jákupsstovu. Politikararnir standa til svars fyri áskoðarum, sum sita allan vegin rundan um kjakpallin. Áskoðararnir hava høvi at seta politikarunum spurningar. Millum áskoðararnar er Sigrún Brend og stjórnar spurningunum. Tey, sum vilja vera áskoðarar, eru vælkomin í Kringvarpshúsið í Sortudíki frá klokkan 18.30 Kjakið verður skipað í trimum umførum um serlig politisk evni, áðrenn endað verður við einari formansrundu 1. Vælferðarsamfelagið Ein tann mest umrøddi og átrokandi spurningurin í okkara vælferðarsamfelag er eldrabyrðan. Vit gerast eldri og eldri alsamt sum tey í framtíðini verða færri og færri ung at bera byrðuna. Hvussu framtíðartryggja vit føroyska vælferðarsamfelagið 2. Framtíðin Tey ungu eiga framtíðina eisini í Føroyum. Men í Føroyum flyta umleið 800 ungfólk í aldrinum 20 29 ár til onnur lond at búgva og minni enn helvtin av teimum sum fara undir lesnað koma aftur til Føroya. Hvussu lokka vit okkara unga fólk at vera verandi Tjóðveldi Bjørt Samuelsen 3. Samferðsla Politikkur í Føroyum snýr seg um stál og betong verður oftani sagt. Bardagin millum økini er harður, tá ið snýr seg um nýggjar ferjur og nýggjar tunlar. Øll vilja vit ferðast so ómakaleyst og so bíligt sum gjørligt. Hvussu brúka vit íløgurnar í stál, betong og asfalt frægast 4. Formansumfar Bygnaðarliga hallið á fíggjarlógini má og skal fáast burtur, sigur landsstýrið í fíggjarkørmunum ella sagt populistiskt, so brúka vit meira enn vit fáa inn. Spart hevur verið og frameftir skal eisini sparast. Meðan vit venda hvørjari krónu, hvat kunnu vit so gera fyri at fáa fleiri krónur í kassan Reiðaríini, sum eiga verksmiðjutrolararnar Gadus, Vesturvón og Enniberg mótmæla nú avgerðini hjá landsstýrismanninum tá hann herfyri býtti føroysku toskakvotuna á Flemish Cap í ár Í skrivi stílað til løgmann, landsstýrið og løgtingið mótmæla reiðaríini, at kvotan nú verður latin øðrum skipabólki enn tí, sum eigur søguligu rættindini til fiskiskapin. Reiðaríini eru firtin inn á, at tey í miðlunum skulu lesa at krovan er latin øðrum uttan at tey hava fingið nakra grundgeving frá landsstýrismanninum um hví henda avgerð er tikin. Søgulig rættindir Verksmiðjutrolararnir meta seg hava søguligu rættindini til føroyska fiskiskapin eftir toski á Flemish Cap. Reiðaríini heita tí á myndugleikarnar um at støðga hesum broytingum, sum eru ávegis í sambandi við fiskiskapin á Flemish Cap, soleiðis at hetta ikki skapar ótryggleika og óvissur í framtíðar planleggingini fyri føroyska fiskivinnu. Brævið er undirskrivað av stjórunum Hanus Hansen í pf. JFK Trol, Anfinn Olsen í pf. Vesturvón og Mortan Johannessen í pf. Enniberg. Býráðið brúkti undantaksregluna í lógini um býarskipanir og byggisamtyktir, sum løgtingið samtykti, tí býráðið á Tvøroyri og Varðin Pelagic høvdu brúk fyri henni. Lógarbroytingin ger, at framløgufreist og kærufreist kann vera ein og tann sama, ein vika. Og freistin var úti í gjár, 2.apríl. Eingin kærdi, upplýsir býráðið. Broytingarnar í byggisamtyktini eru sendar Innlendismálaráðnum til góðkenningar. Hjá landinum er tó lítil munur, slakar 200.000 krónur. Kommunurnar fingu 7,6 milliónir krónur minni fyrsta ársfjórðingin í ár enn í fjør. Men onkur kommuna lækkaði skattaprosentið á nýggjárinum, millum annað Tórshavnar kommuna, sum fekk 6,2 milliónir krónur minni í sín part enn í fjør. Eftirlønarskatturin er 56 milliónir krónur í ár, tíggju milliónir meira enn í fyrsta ársfjórðingi í fjør, tí nú verður øll eftirlønin skattað við inngjalding, eisini tann, sum fer ella fór av landinum. Síðani skattaskipanin varð broytt 1.januar í fjør fær landskassin minni í skatti av lønum, í miðal 19 milliónir krónur um mánaðin í fyrsta ársfjórðingi samanborið við 2011. Landsstýrið biður løgtingið taka undir við, at fíggjarlógin næsta ár javnvigar við fýra milliardum og 836 milliónum krónum. Tá verður roknað við, at hallið verður 235 milliónir. Raksturin fer, sambært uppskotinum, at kosta góðar 4,5 milliardum krónum. Og iløgur skulu gerast fyri 323 milliónir krónur. Fíggjarmálaráðið ásannar í uppskotinum, at óvissur eru, bæði inntøkumegin og útreiðslumegin. Rentan, oljuprísurin og lønarsamráðingar kunnu ávirka útreiðslurnar. Inntøkurnar byggja á óvissar metingar um búskaparvøksturin. Landsstýrið roknar við, at búskapurin veksur trý prosent næsta ár. Vil hava fatur á útreiðslunum aftur Í búskaparfrágreiðingini, sum er løgd fram saman við uppskotinum til samtyktar, kunnger landsstýrið, hvørji tiltøk skulu gerast næsta ár og tey fýra árini eftir tað fyri at fáa hallið í fíggjarlógini upp um reyðu strikuna í 2016. Samanumtikið ætlar landsstýrið, at inntøkurnar skulu fáa útreiðslurnar aftur og fara fram um tær. Ísraelska flogatsóknin móti einum óbygdum øki á Gazageiranum norðanfyri Gaza bý kom aftaná at víðgongdir palestinar høvdu skotið tríggjar rakettir móti Ísrael. Ongin fekk skaða í ísraelskau atsóknini, og heldur ongin fekk skaða av rakettunum frá palestinum, skrivar norska tíðindastovan NTB. Tvær av palestinsku rakettunum vunnu ikki fram til Ísrael, men dottu niður á Gazageiranum, meðan tann triðja datt niður har suðuri í Ísrael, í einum øki har ongin býr. Hetta eru fyrstu atsóknirnar móti Gaza síðani Ísrael og Hamas undirskrivaðu eina vápnahvíld í november, aftaná átta daga langa kríggi. Tað vóru ísralear sum byrjaðu kríggi, í eini roynd at steðga nógvu rakettunum sum blivu sendar inn í Ísrael frá Gazageiranum. Skotskir fiskimenn heita nú á ES myndugleikarnar um at seta tiltøk í verk móti Føroyum og Íslandi sum revsing fyri at londini ikki virða felags makrel og sildastovnarnar, men ístaðin fiska sum teimum sjálvum lystir. Umboð fyri skotsku uppsjóvarvinnuna vóru við á einum fundi undan páskum millum Maria Damanaki ES nevndarlim í fiskivinnumálum og umboð fyri fiskivinnuna í Skotlandi, Írlandi, Danmark og Hollandi. Har heittu umboðini á ES nevndarlimin um at seta tiltøk í verk móti teimum londunum, sum ikki virða strandalandaavtalurnar. Ian Gatt, stjóri í felagnum hjá skotsku uppsjóvarvinnuni sigur við heimasíðuna hjá norska blaðnum Fiskaren, at føroyski og íslendski atburðurin á økinum ikki eigur at sleppa at halda fram, uttan at verða revsaður. Íslendingar og føroyingar mugu aftur til samráðingarborðið, men tað tykjast londini ikki at vera sinnað til. Og tí eigur ES at seta handilstiltøk í verk, sigur Ian Gatt við Fiskaren. Steingrímur J. Sigfússon, fiskimálaráðharri, hevur skrivað Jacob Vestergaard, landsstýrismanni, bræv, har hann sigur seg stúra sera nógv fyri gongdini. Avgerðin hjá føroyingum gevur orsøk til stóra órógv. Hon oyðileggur semjuna millum strandarlondini frá 2007. Og tað er ikki gamansleikur, tá hugsað verður um, at sildastovnurin er minkaður meira enn helvtina seinastu fýra árini, lítið legst aftur at stovninum og veiðan nú byggir á tríggjar sterkar árgangir, sum skjótt eru uppi, sigur ráðharrin. Í makreltrætuni eru Føroyar og Ísland í øðrum partinum móti ES og Norra. Men Føroyar standa púra einsamallar í sildaspurninginum. Sambært ES, Norra, Russlandi og Íslandi eiga Føroyar 5,16 prosent av heildarkvotuni, sum sambært ICES er 619.000 tons av norðhavssild í ár. Føroyska kvotan er 17 prosent, tí sambært landsstýrismanninum er nógv meira sild í føroyskum sjógvi nú enn í 2007. Igrave F vann 3 1 í Fuglafirði á 07 Vestur. Hóast 07 Vestur hevði ein risa møguleika, so var Igrave F betra liðið í fyrra hálvleiki. Tí var tað uppiborið, at Clayton Soares legði Igrave F á odda eftir tjúgu minuttir. Miðskeiðis í 2.hálvleiki varð Evrard Bl eacute útvístur, og so varð brekkan tung hjá 07 Vestur. Jan Ellingsgaard avgørdi dystin, tá hann skoraði til 2 0 tíggju minuttir fyri tíð. Jákup Johansen økti stutt fyri leiklok, áðrenn Camara minkaði um munin til 3 1. K Igrave og B36 leiktu javnt 1 1 í einum tøttum dysti í Klaksvík. Tað var Lukasz Cieslewicz ið legði B36 á odda eftir 25 minuttir, tá hann skoraði úr spískum. Kí svaraði tó aftur, og tað var uppiborið at teir javnaðu beint fyri hálvleik. Agrave lvur Christiansen var málskjútti. Tað var Kí, ið var nærmast við at avgera dystin í seinna hálvleiki, men Tórur Thomsen stóð væl. Sum heild vóru bæði liðini hampiliga nøgd við at deila stigini. HB vann 2 0 á einum sera tamun Eb Streyma liðið í Gundadali. Fyrri hálvleikur var máleysir, og har var eingin stórur málmøguleiki. Liðini komu betur út til seinna hálvleik. HB legði seg á odda, tá ein góður tími varð leiktur. Gunnar Haraldsen var málskjútti. HB tók síðani fullkomiliga yvir, og tá eitt korter var eftir skoraði liðformaðurin Fróði Benjaminsen til 2 0. EB Streymur hevði einki at svara aftur við, og teir taptu sostatt næsta dystin á rað, meðan havnamenn vunnu fyri aðru ferð á rað. TB og NS Igrave leiktu málleysan javnleik við Stóra í Trongisvági. Talan var um ein linligan dyst, har hvørgan av liðnum skaptu nakað serligt. NS Igrave hevði bóltin meira, og hevði teir betru málmøguleikarinar, meðan TB stóð langt afturi á vøllinum. Igrave fyrra hálvleiki hendi einki, meðan seinni hálvleikur var heldur frægari. Men sum heild ein heldur keðiligur dystur, har bæði liðini fingu síni fyrstu stig í kappingarárinum. Víkingur vann við bit og slit 1 0 í Sarpugerði á AB. Fyrri hálveikur var vánaligur. Víkingur legði hart út, men fyri tað mesta koyrdu teir bóltin runt, meðan argjamenn lógu og vardu. Dion Splidt hjá AB hevði tó ein risamøguleika, tá hann rakti stongina eftir einmansavrik. Tá góður tími var leiktur legði Hanus Jacobsen Víking á odda. AB royndi at svara aftur, men heimaliðið helt fast. Argjamenn eru nú niðast, og hava einki stig. Víkingur hinvegin bjóðar av í oddinum. Støðan eftir 3.umfar Igrave F 9 K Igrave 7 HB 7 Víkingur 6 B36 5 EB Streymur 3 07 Vestur 3 NS Igrave 1 TB 1 AB 0 Komandi dystir Mánadagin 1.apríl 2 Páskadag AB K Igrave 07 Vestur NS Igrave Víkingur EB Streymur B36 TB Igrave F HB Meðan føroyingar frøðast um at silda og makrelkvotan í ár skal tryggja fleiri arbeiði í Føroyum í ár, so óttast myndugleikarnir í ES og Noregi fyri framtíðarútlitunum hjá uppsjóvarstovnunum í Norður Atlantshavi. Norski fiskimálaráðharrin, Lisbeth Berg Hansen, og fiskivinnukommiserurin hjá ES, Maria Damanaki, hava í kvøld sent út eina felags yvirlýsing móti føroysku ásetingini av egnum silda og makrelkvotum. Tað vóru eini keðilig boð vit ígjár fingu úr Føroyum um støddina á tí føroysku silda og makrelkvotuni. Vit eru framvegis óttafull yvir tí alt ov høga føroyska veiðitrýstinum, ið heldur ikki er á einum støði sum er burðardygt, verður sagt í yvirlýsingini frá Berg Hansen og Damanaki. Vend aftur Tær báðar sum stjórna fiskivinnuni inni á fastlandinum vísa á at Føroyar hava tilluta sær tað sum svarar til 23 prosent av samlaðu makrelkvotuni, ið serfrøðin metir er tað sum fiskast kann av makreli í ár. Harafturat hava føroyingar lagt afturat tað sum man ikki megnaði at fiska í 2012. Viðvíkjandi sildini, so hava føroyingar meir enn trífalda kvotuna, vísa tær á. Hendan einsíðis kvotuásetingin kann fáa álvarsligar fylgjur fyri hendan týdningarmikla sildastovnin, og seta burðardyggu stovnsrøktina í váða. Við hesum hevur Føroyar valt at bróta út úr felags røktini av enn einum norðuratlantiskum fiskastovni, siga Damanaki og Berg Hansen í yvirlýsingini, og leggja afturat At Føroyar velja at bróta út úr felags samstarvinum um at røkta fiskastovnarnar gera okkum óttafull. Vit heita á Føroyar um beinanvegin at venda aftur til tað samstarvið sum vit hava havt, siga tær í yvirlýsingini. Kringvarpið hevur í dag, skírisdag, verið í samband við norska fiskimálaráðið, men har sigur Lisbeth Berg Hansen, at hon hevur onga viðmerking til málið. Ikki annað enn tað sum stendur í skrivinum sum bleiv sent út ígjár. Hetta verður á skránni páskadag 31. mars. Føroyingar hava ikki prógv fyri sínum krøvum um 17 prosent av sildakvotuni. Tað sigur stjórin í norska reiðarafelagnum nú tað eisini frættist yviri í Noregi, at Jacob Vestergaard hevur sett føroysku kvotuna av norðhavssild í ár til 105.000 tons, svarandi til 17 prosent. Hetta er ein trífalding av føroyska partinum í mun til strandalandaavtaluna, sum fyrr hevur verið galdandi. Stjórin í norska reiðarafelagnum Fiskeb aring t, eitur Audun Mar aring k, ilskast. Samrøða við Mar aring k kann hoyrast her Tað var tann 28. mars 1988, at Atlantsflog fleyg sín fyrsta túr á Føroyar. Atlantsflog varð annars formliga sett á stovn í 10. november í 1987, tá ein meirluti á løgtingi atkvøddi fyri at seta á stovn eitt partafelag at standa fyri millumlanda flogferðslu. Landsstýrið skuldi eiga 51 prosent í nýggja felagnum, og danska felagið Cimber Air skuldi eiga 49 prosent. Í dag eigur Landið tveir triðingar av flogfelagnum, meðan síðsti triðingurin er á privatum hondum. Á móttøkuni, sum verður í hangarinum í dag klokkan 14.30, verða røður hildnar, framsýning verður við søgu felagsins og Eivør Pálsdóttir fer at syngja. Eisini verður gjørligt at síggja, hvussu umvælingar og viðlíkahaldsarbeiðið av flogførum og tyrlum fer fram. Orsaka av trygdarkrøvum á flogvøllinum, so koyra bussar við fólkum til hangarin. Bussarnir koyra ikki frá vanliga parkeringsøkinum við farstøðina, men frá nýggja ídnaðarøkinum oman fyri landsvegin, boðar Atlantsflog frá. Í Íslandi helda tey nú vakið eyga hvat hendir í dýpinum undir eldgosinum Heklu. Myndugleikarnir hava staðfest økt seismiskt virksemi á økinum, og hava skift tilbúgvingarlitin frá grønum til gult, og tað vil siga, at støðan er óviss. Fyribils verður ikki ávarað móti eldgosi. Men jarðfrøðingar fylgja nágreiniliga við virkseminum í økinum, og mæla fólki frá at koma ov nær. Smærri jarðskjálvtar kunnu ávirka eldgosið og kunnu vera tekin upp á øktan aktivitet í gosfjallinum. 13 ár síðani seinast Tá Eyjafjallajøkull fór at goysa máldu tey í desember árið fyri økt seismiskt virksemið rundan um gosfjallið, og tá fór at goysa 20. mars. Og øskan legði flogfersluna yvir næstan alt Vesturevropa lamna. Seinast Hekla goysti, var í 2000, tá grótbræðingin spjaddi seg yvir eitt økið upp á 18 ferkilometrar. Royndirnar siga, at Hekla goysir umleið tíggjunda hvørt ár. Joen Magnus Rasmussen, sum situr á løgtingin fyri fólkaflokkin, er kanska best kendur sum stjóri á gulllaksavirkinum Tavuni í Lorvík, sum varð kosið ársins virkið í 2010 Vágaportalurin skrivar, at Joen Magnus Rasmussen er farin frá sum stjóri, og at Ingvar Joensen, sum er ein annar av eigarunum og nevndarlimunum í P F Tavan, aftur hevur sett seg í stjórastólin á gullaksavirkinum. Tavan hevur virkað gullaks síðan 1994, men í fjør royndi Tavan eisini at taka ímóti makreli frá nótaskipum og trolarum. Grønland fær nú kvinnuligan stjórnarleiðara á fyrsta sinni. Í gjár varð nýggja landsstýrið við Aleqa Hammond úr Siumut á odda kunngjørt. Siumut flokkurin hjá Aleqa Hammond vann stórsigur á valinum, og setir seg á 6 av teimum 8 sessunum í landsstýrinum, meðan hinir báðir samgonguflokkarnir fáa hvør sín lim í landsstýrinum. Aleqa Hammond verður landsstýrisformaður og fær eisini ábyrgdina av uttanríkismálum. Hinir landsstýrislimirnir hjá Siumut eru Vittus Quajaukitsoq, fíggjar og innanríkismál Jens Erik Kirkegaard, ráevni og vinnumál Martha Lund Olsen, lógar og familjumál Karl Lyberth, fiskivinna, veiða og landbúnaðarmál Nick Nielsen, útbúgving, mentan, javnrættur og kirkjumál Formaðurin sleppur í tingið Steen Lynge úr Atassut verður landsstýrismaður við heilsu og samferðslumálum og Mette Lynge úr nýggja flokkinum Partii Inuit verður landsstýriskvinna við íbúðar , náttúru og umhvørvismálum. Landsstýrissessurin hjá Steen Lynge gevur pláss fyri, at floksformaðurin í Atassut nú fær sess í landstinginum. Gerhardt Petersen, floksformaður, varð ikki valdur á valinum, men sum fyrsti eykalimur til tingið, fær hann nú fast sæti. Hin lítli flokkurin, Partii Inuit valdi kvinnuna, ið gjørdist nummar 4 á valinum í landsstýrið. Flokkurin fekk tvey umboð í tingið, Nikku Olsen og Randi Broberg. Hesi fara ikki í landsstýrið, men vera verandi í landstinginum. Nikku Olsen, floksformaður sigur við Sermitsiaq, at flokkurin valdi hesa loysnina, tí tað hevur týdning fyri flokkin, at fáa fótin fastan í grønlendskum politikki, og tað verður best gjørt við, at tey bæði valdu miðsavna seg um arbeiðið í tinginum. Leggur frá sær Samstundis sum nýggja landsstýrið varð skipað, boðaði aðalstjórin fyri umsitingini av íbúðum og samferðslu frá, at hann leggur frá sær. Hann sigur seg ikki vera tann rætta at arbeiða fyri nýggju landsstýrissamgonguna, skrivar Sermitsiaq. Nýggja grønlendska landsstýrið tekur við 5. apríl Fleiri landsdystir í fótbólti vórðu spældir í gjárkvøldið. Í bólki C har Føroyska landsliðið eisini er við, vórðu tveir dystir spældir. Týskland vann 4 1 á Kasakstan og Írland og Eysturríki spældu javnt, 2 2 í Dublin. Eysturríki skoraði javnandi málið í síðsta minutti av dystinum. Støðan í bólki C er tann, at Týskland hevur 16 stig, síðan koma Eysturríki, Svøríki og Írland, sum øll hava 8 stig. Kasakstan hevur 1 stig og Føroyar einki. Í Bólki B spældi Danmark javnt 1 1 móti Bulgaria. Danmark var einasta norðurland í undankappingardysti í gjár. Svøríki spældi 0 0 heima móti Slovakia og Finnland vann úti 3 0 á Luksemburg, men her var talan um venjingardystir. Leitað hevur verið leingi eftir olju í danska partinum av Norðsjónum, men í langa tíð er einki funnið. Tí kemur fundið hjá týska felagnum væl við. Oljan er funnin einar 140 fjórðingar vestur úr Esbjerg. Winthershall er størsta týska olju og gassfelagið, og hevur virksemi í Noreg, Týsklandi, Bretlandi og í danska partinum av Norðsjónum. Tíðindini um oljuna koma samstundis sum eitt annað týskt felag, Bayerngas, hevur hótt við at gevast at leita eftir olju í donskum øki, um danska stjórnin ger álvara av ætlanini at leggja hægri skatt á oljufeløgini. Danska stjórnin sigur seg ætla at hækka skattin á oljufeløgini, og nýta pengarnar til at nútímansgera donsku jarnbreytirnar. ætlaninar hjá donsku stjórnini gera, at tað ikki longur er áhugavert at leita eftir olju og gassi í donskum øki, sigur Bayerngas. Tríggir flokkar eru í nýggju samgonguni, sosialdemokratiski flokkurin Siumut, sum vann stórsigur á landstingsvalinum 12.mars, Attasut, sum er sambandsflokkur, og nýggi flokkurin Parti Inuit. Teir tríggir flokkarnir hava ein hampiligan meiriluta, 18 sessir, í landstinginum. IA og Demokratatnir, sum nú fara í andstøðu, hava 13 tingsessir. Forkvinnan í Siumut, Aleqa Hammond, verður landsstýrisforkvinna í Grønlandi. Tað kostaði Tórshavnar kommunu 300.000 krónur at hátíðarhalda tey 40 árini, Heðini Mortensen hevur verið í býráðnum. Tað upplýsa Bogi Andreasen og Sjúrður Olsen, varaborgarstjórar í undanfarna býráði, á heimasíðuni hjá kommununi. Tað vóru teir, sum komu við uppskotinum um hátíðarhaldið 1.februar. Og tað var samtykt á býráðsfundi, har sum Heðin Mortensen ikki var við. Fyri hvørt árið Heðin Mortensen hevur sitið rindaði kommunan 7500 krónur til hátíðarhaldið. Tá hugsað verður um, hvussu nógv fekst fyri hesar pengarnar, og hvussu nógva og góða umrøðu, Tórshavnar kommuna og arbeiðið í kommunalpolitikki fekk í sambandi við tiltakið, halda vit heilt avgjørt, at kostnaðurin, 15 kónur. fyri hvønn borgara í kommununi, var rímiligur í mun til endamálið við tiltakinum, siga Bogi Andreasen og Sjúrður Olsen. Bert framløga er á skránni, og tá fer landsstýrið at leggja fram uppskot til samtyktar um játtanarkarmar á fíggjarlógini fyri næsta ár. Fyrsta viðgerðin av málinum verður mikudagin eftir páskir. Hesi børnini eru fødd í árinum 2000. Fólkaheilsuráðið sigur, at í nógvum skúlaflokkum roykir eingin, og í øðrum eru kanska tveir næmingar av 30, sum roykja. Stórar ætlanir eru við árganginum, sum er føddur í 2000. Farið verður í hvønn krók í landinum, og ætlanin er, at næmingarnir, sum nú eru 12 ára gamlir, skulu verða fyrimynd hjá teimum yngru, og eisini ávirka tey, sum eru eldri. Síðani altjóða tubbaksárið var í 2008, er hugburðurin til royking nógv broyttur. Í 2002 royktu umleið 40 prosent av teimum vaksnu í Føroyum. Nú er talið 24 prosent, men Fólkaheilsuráðið væntar, at átøkini fara at gera so góðan mun, at komið verður niður í 20 prosent í hesum árinum. Eftir samráðingar í 12 tímar eru fíggjarmálaráðharrarnir í evru londunum vorðnir samdir um eina endurskoðaða bjargingarætlan, sum fær avleiðingar fyri tveir av størstu bankunum í landinum. Laiki Bank letur aftur, og Bank of Cypros verður lagdur saman við einum øðrum banka. Afturfyri fær Kýpros 75 milliardir krónur í láni, sum skal forða fyri, at bankarnir fara av knóranum. Sambært fyrru bjargingarætlanini skuldu tey, sum áttu pening í kýpriskum bankum, gjalda upp í 10 prosent í avgjaldi. Tjóðartingið vrakaði við stórum meiriluta bjargingarætlanina, og kravið um avgjald er nú eftir øllum at døma slept. Bankarnir í Kýpros hava verið stongdir í fleiri dagar, og hetta var seinasta freist finna eina loysn, tí evropeiski miðbankin hevur boðað frá, at í dag er seinasti dagur, at hann veitir kýpiskum bankum hjálp. Tað fekk Vinnunevndin hjá løgtinginum at vita, tá hon viðgjørdi eitt uppskot hjá Javnaðarflokkinum um, at manningin á fiskiskipum undir føroyskum flaggi skal verða lønt sambært sáttmálum, sum eru galdandi á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Vinnunevndin fekk at vita, tá hon viðgjørdi uppskotið, at í løtuni er talan um eittans skip, sum ikki brúkar føroyskan sáttmála, og at skip, sum hava útlendingar sum ein part av manningini, tí tað er neyðugt fyri at kunna manna skipini, brúka føroyskar hýrusáttmálar. Nevndin fekk eisini at vita, at manningarfeløgini og reiðararnir hava sett ein arbeiðsbólk, sum skal viðgera hýrurnar á føroysku skipunum. Bólkurin skal vera liðugur í heyst. Andstøðan ikki samd Meirilutin í Vinnunevndini, samgongan og Janus Rein, tekur ikki undir við uppskotinum og mælir frá at samtykkja tað. Meirilutin heldur, at manningarfeløgini og reiðararnir skulu avtala hýrurnar uttan at løgtingið leggur seg út í tað. Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi taka undir við uppskotinum. Ivi er um, antin øll skipini, sum fiska makrel, altíð hava sáttmálar við sínar manningar, sum eru í samsvari við sáttmálarnar hjá føroysku manningarfeløgunum. Talan er á ongan hátt um, at løgtingið leggur seg út í arbeiðsmarknaðin og tekur partarnar á arbeiðsmarknaðanum av ræði. Ógreitt hvat sum stendur í uppskotinum Verður uppskotið samtykt, stendur tað framvegis pørtunum á arbeiðsmarknaðanum frítt at avtala tað, partarnir semjast um. Uppskotið áleggur bara tí, sum fær eitt fiskiloyvi, at hava sáttmálar við manningarfeløgini, og at hesir sáttmálar verða hildnir. Uppskotið sigur einki um, hvat skal standa í sáttmálunum, siga Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi. Flokkarnir vísa á, at útlendingalógin er ikki galdandi uttan fyri 12 fjórðingar. Fiskiskip kunnu tí leggja seg uttan fyri 12 fjórðingar, og á tann hátt sleppa undan, at útlendingarnir umborð hava arbeiðsloyvi í Føroyum og verða løntir eftir teimum sáttmálum, sum eru galdandi á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Talan er tá um sosiala dumping, siga teir báðir andstøðuflokkarnir. Teir hava broytt uppskotið, tí manningarfeløgini bóðu um tað, so lógarbroytingin áleggur fiskiskipum at hava sáttmálar við manningarfeløgini og geva manningini hýru eftir teimum sáttmálunum. Eftir tingfundin hevur Fíggjarmálaráðið tíðindafund um játtanarkarmarnar. Og fyrsta viðgerð verður mikudagin 3.apríl klokkan10.00. Løgtingsskrivstovan fekk játtanarkarmarnar beint fyri midnátt fríggjakvøldið. Føroyska liðið spældi vánaligasta dystin í fleiri ár í Wien í kvøld. Tað er tórført at meta um, hvør var besti ella kanska heldur vánaligasti føroyski leikarin, tí avrikið hjá øllum leikarum var væl niðan fyri tað, sum ein hevði væntað. Eysturríki leggur seg longu á odda tá seks minuttir eru spældir, og Føroyar koma ongantíð fyri seg. Tað sum er keðiligt við hesum tapinum er, at so at siga øll málini hjá Eysturríkum koma eftir persónlig mistøk. Antin megnaðu føroysku leikararnir ikki at rudda burtur, ella bleiv bólturin spældur til ein í reyðum, heldur enn til ein í bláum. Innsatsurin tóktist heldur ikki at vera tilstaðar. Eysturrísku leikararnir sluppu ov lætt at gera sum teir vildu. Tá dysturin var komin nakað inn í seinna hálvleik, vístu hagtølini, at Føroyar og Eysturríki høvdu gjørt fimm frísspørk í part, og tað sigur ikki so lítið. Føroyski venjarin, Lars Olsen, var heldur ikki nøgdur aftan á dystin. Hetta er heilt greitt vánaligasta avrikið síðan eg bleiv venjari, og tað eru fleiri ting sum vit mugu rætta, áðrenn vit spæla næsta dystin. Hann helt, at føroyska liðið eitt tíðarskeið í seinna hálvleiki spældi nøkunlunda, men tað er so tað. Eitt umfatandi mál um misnýtslu av smágentum kemur í hesum døgum undan kavi í Føroyum. Ein maður, sum nú er í 50 unum, hevur játtað, at hann kynsliga hevur misnýtt í minsta lagi seks smágentur. Men, málið er kortini meira víðfevnt og umfatandi enn so. Tí umframt tær seks smágenturnar, sum maðurin hevur viðgingið at hava misnýtt kynsliga, so eru eisini fleiri onnur mál um kynsliga misnýtslu, sum eru fallin fyri fyrningarfreistini. Talan er um fleiri enn tey seks fráboðaðu málini, har maðurin hevur misnýtt smágentur kynsliga, men eg kann ikki koma nærri inn á hetta talið, sigur Bergleif Brimvík, kriminalovasti hjá løgregluni, við Kringvarpi. Talan er ikki um nýggj mál, men um eldri mál, sigur Bergleif Brimvík, kriminalovasti hjá løgregluni í Føroyum. Júst hvussu gomul málini eru, nær tey fóru fram og hvussu leingi, vil kriminalovastin hjá løgregluni ikki upplýsa. Tað var í fjør, í 2012, at løgreglan í Føroyum fekk fráboðanir frá fleiri kvinnum, sum allar søgdu ta somu søguna At tær sum smágentur vórðu kynsliga misnýttar av manninum, sum í dag er í 50 unum. Tá løgreglan fór undir at gera kanningar, vísti tað seg eisini, at hald var í fráboðanunum frá teimum seks kvinnunum, sum í fjør vendu sær til løgregluna í Føroyum, tí maðurin hevur longu játtað seg sekan. Tað fer ikki at ganga long tíð, áðrenn vit kunnu lata ákæruvaldinum málið til viðgerðar, sigur Bergleif Brimvík. Hvussu long tann tíðin er, kann kriminalovastin hjá løgregluni kortini ikki koma nærri inn á, sigur hann. Bergleif Brimvík sigur, at maðurin, ið hevur játtað seg sekan í kynsligu misnýtsluni, fer at verða ákærdur fyri blygdanarskemd og at hava framt annan kynsligan ágang enn samlegu. Brotsverkini eru í høvuðsheitum framd uttan fyri Tórshavn, har skuldsetti maðurin býr, sigur Bergleif Brimvík. Hann vil kortini ikki siga, hvar í Føroyum tann kynsligi ágangurin móti smágentunum er farin fram. Pauli T. Petersen, sum í løtuni hevur sæti á tingi fyri Fólkaflokkin, spyr Jørgen Niclasen, landsstýrismann, um hann ætlar at virka fyri, at partabrøvini í BankNordik verða seld, og síðan uppraðfesta Bústaðir, gamla Húsalánsgrunnin. Peningurin, sum fæst fyri at selja ognarlutin í BankNordik kundi styrkt eginognina hjá Bústøðum, soleiðis at stovnurin kann veita biligari sethúsalán. Tað hevði givið bankunum kapping, og rentan hevði lækkað, sigur Pauli T. Petersen í viðmerkingunum til fyrispurningin. Um vektin ikki er rætt stillað, kunnu skipini verða snýtt fyri rættiliga nógvar pengar. Í Noregi er ein stovnur, sum hevur eftirlit við vektum, Justervesenet. NRK skrivar, at justervesenet hevur avdúkað fýra móttøkuvirkir á Vestlandet, sum ikki hava vigað rætt inn. Brekini vórðu funnin í vektunum á flutningsbondunum, ið innviga umleið 50 tons um tíman. Vektirnar stóðu í minus áðrenn vigingin byrjaði, og skrásettu sostatt umleið 10 prosent minni fisk enn tær skuldu. Tað kann vera ein teknisk orsøk til hetta. Men frágreiðingarnar, sum vit fingu um hví tær stóðu í minus, vóru ikki serliga trúligar, sigur vektaeftirlitsmaðurin við NRK. Ein av verksmiðjunum vigaði 5,75 tons ov lítið um tíman. Hetta merkir, at ein bátur, sum landaði, í miðal varð snýttur fyri næstan 200.000 fyri eina landing, skrivar NRK. Nýggja grønlendska landsstýrið verður ikki skipað í dag, sum annars fyrr fráboðað. Flokkarnir, sum sita í landsstýrissamráðingum, Siumut, Atasut og Partii Inuit boðaðu í gjárkvøldið frá, at teimum tørvar meira tíð at gera arbeiðið liðugt, og tí verður landsstýrið og samgonguskjalið væntandi ikki kunngjørt fyrr enn í næstu viku, skrivar blaðið Sermitsiaq. Alt gongur sum tað skal, arbeiðið hevur bara tikið longri tíð, enn væntað, sigur samráðingarleiðarin, Aleqa Hammond, forkvinna í Siumut, við blaðið. Tá lógin um ALS varð broytt í 2009, tí útgjaldið varð hækkað munandi, varð mark sett fyri inngjaldi, soleiðis at eingin skal gjalda meira enn 6.500 krónur um árið. Markið ger, at lág og miðalinntøkur gjalda 1,25 prosent av sínari løn í ALS, meðan høgu lønirnar gjalda luftfalsliga minni. Tjóðveldi heldur, at hetta er ikki rímiligt, tí háinntøkurnar hava fingið stóran fíggjarligan lætta í flatskattaskipanini. Tað hevur verið ein óskrivað regla, at løgtingið letur partarnar á arbeiðsmarknaðinum sjálvar mæla til broytingar í ALS lógini. Men neyðugt er at viðgera spurningin um hámarkið fyri inngjaldi, nú tað av álvara fjarar í kassanum hjá Arbeiðsloysisskipanini, sigur Tjóðveldi. Hetta segði føroyingurin Gunnar í Liða, tá Grønlandsbanken hevði aðalfund í gjár. Gunnar í Liða, fyrrverandi stjóri á Tryggingarfelagnum Føroyar, er nevndarformaður í Grønlandsbanken. Grønlendski búskapurin stendur framman fyri tveimum kósum, ið eru rættiliga ymiskar. Tað kann koma ein týðandi búskaparvøkstur um gongd kemur á ráevnisvinnuna. Men hendir tað ikki, so standa vit framman fyri einum longri tíðarskeiði við búskapi, sum í besta føri stendur í stað, segði Gunnar í Liða í formansfrágreiðingini. Um gongd ikki kemur á ráevnisvinnuna, koma grønlendingar at uppliva lægri livistøði, verri búskaparmøguleikar og fráflyting, segði Gunnar í Liða. Samgongan skipast í morgin Hann heitti tí á komandi landsstýri um at skunda undir tilgongdina, so at farast kann í gongd við námsvinnuna í Grønlandi, skrivar blaðið Sermitsiaq. Roknskapurin hjá Grønlandsbanken fyri 2012 vísti eitt avlop upp á 92,2 milliónir krónur. Gunnar í Liða varð afturvaldur í nevndina. Samgongusamráðingarnar millum Siumut, Atasut og Partii Inuit halda fram í dag. Komandi landsstýrisforkvinnan, Aleqa Hammond hevur boðað frá, at samgonguskjalið og nýggja landsstýrið verður almannakunngjørt í morgin Bæði í Noregi og í Føroyum hava fleiri vóna at toskaaling kundi gerast ein nýggj vinna. Í Føroyum er hetta steðga upp, og í Noregi anir tað akkurát í seinasta toskalararnum, Codfarmers. Fyritøkan er tann seinasta sum hevur toskaaling og tann einasta sum hevur roynt at tryggja sær íleggjarar og íløgur gjøgnum skráseting á Oslo Børs. Men nú nærkast fyritøkan eini avtøku, og seinastu royndirnar verða nú gjørdar fyri at bjarga fyritøkuni. Fyri at spara har sparast kann verður Codfarmers nú strika á Oslo Børs. Hetta váttaði stýrið fyri virðisbrævamarknaðinum í dag. Seinasti dagur Codfarmers er á Oslo Børs er tann 22. apríl. Ali og uppsjóvarvinnan gera, at framgongd er í búskapinum, men munandi verri stendur til við fiskiveiðuni undir Føroyum og pørtum av byggi , handils og tænastuvinnuni, sum liva av innlendskum eftirspurningi. Búskaparráðið sigur, at útlitini fyri uppsjóvarvinnuna í ár eru góð, og útlit eru eisini til støðuga framleiðslu í alivinnuni. Støðan hjá heimaflotanum er versnað uppaftur meiri, tí fiskiskapurin minkar, og prísirnir eru lækkaðir. Tað tyngir raksturin. Einki bendir á, at fiskiskapurin á landgrunninum batnar í bræði, tí fiskastovnarnir eru smáir, og tilgongdin hevur verið undir miðal seinastu árini. Henda støðan hevur eisini við sær, at fiskavirkini hava minni at gera, og tað ávirkar inntøkubólkarnar, sum frammanundan hava lágar inntøkur. Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur fingið heimild frá løgtinginum at nýta í mesta lagi 50 milliónir krónur til nýggju ferjuna, sum eftir eftir ætlan skal setast í sigling í 2015. Arbeiðið at smíða ferjuna skal bjóðast út bæði á føroyskum og útlendskum skipasmiðjum. Freistin at bjóða upp á arbeiðið at gera verkætlanina er 11. apríl. Tilfarið, sum skipasmiðjurnar kunnu bjóða eftir, skal verða liðugt í september. Nýggja nólsoyarferjan skal taka 170 ferðafólk um summarið og 90 um veturin. Pláss verður fyri 10 12 persónbilum og tveimum lastbilum. Danska stjórnin eigur at tryggja, at danskir fólkaskúla og studentaskúlanæmingar læra meiri um Føroyar og Grønland, heldur Edmund Joensen, fólkatingsmaður, sum hevur sett Christinu Antorini, kenslumálaráðharra, fyrispurning um málið. Men kenslumálaráðharrin heldur ikki, at tað ber til at áleggja fólkaskúlunum og studentaskúlunum at undirvísa meiri í grønlendskum og føroyskum viðurskiftum. Hinvegin forðar einki fyri, at Grønland og Føroyar verða tikin við í frálæruna, sigur Christina Antorini. Vitanarstigið má upp Edmund Joensen er ikki nøgdur við svarið. Hann sigur við grønlendska kringvarpið, at trupulleikar eru í ríkisfelagsskapinum. Serliga unga ættarliðið veit at kalla einki um Føroyar og Grønland. Stjórnin eigur at gera okkurt, til tess at hækka vitanarstigið, sigur Edmund Joensen við KNR. Ein frágreiðing frá SøguFrøðinginum, Tinu Adeke Hoff, vísir, at danskir studentaskúlanæmingar vita nærum einki um føroysk viðurskifti. Ein kanning, sum grønlendingar hava gjørt, vísir, at 40 prosent av dønum fyrst og fremst seta Grønland í samband við drykkjuskap, misnýtslu og sosialar trupulleikar. Í dag kann ein norskur arbeiðsgevari siga at ikki er brúk fyri einum starvsfólki longur tá tað gerst 67 ára gamalt. Møguleiki er tó at arbeiðsgevarin kann lata fólk arbeiða til tey gerast 70. Men hetta er ikki nokk heldur arbeiðsmálaráðharrin Annichen Huitfeldt úr Arbeiðaraflokkinum. Hon heldur at neyðugt er at fleiri eru tøk á arbeiðsmarknaðinum fram til tey eru 70 ára gomul. Í dag kann arbeiðsgevarin hava fólk í arbeiði til tey gerast 70, men tað er upp til arbeiðsgevaran um arbeiðstakarin skal koyrast frá tá fólk gerast 67 ár. Kravið er at fráfaringaraldurin er tann sami fyri øll sum arbeiða á einum arbeiðsplássi, og møguligt er ikki at gera mismun og loyva onkrum at arbeiða longri. Huitfeldt ynskir nú at hyggjast skal nærri eftir um fráfaringaraldurin ikki eigur at hækka. Tvøroyrar býráð samtykti á eyka býráðsfundi fyrr í dag at senda umsókn til Innlendismálaráðið um loyvi at gera frávik í øllum tíðarfreistum í sambandi við málið um útbyggingina av frystigoymsluni hjá Varðanum Pelagic á havnalagnum á Tvøroyri. Talan er um frávik, sum hevur heimild í í lógarbroytingini um at stytta freistirnar í sambandi við byggisamtyktir, sum løgtingið samtykti fríggjadagin í farnu viku. Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, sigur, at umsóknin er í dag handað landsstýrismanninum í innlendismálum. Kristin Michelsen segði við útvarpið fyrr í dag, at stutt eftir páskir verður avdúkað, hvat Varðin Pelagic sleppur at byggja á havnalagnum á Tvøroyri. Kristin Michelsen vil ikki gera fleiri viðmerkingar í dag. Hóast kýpriska tingið í gjárkvøldið samtytki at vraka treytirnar, sum ES hevur sett fyri at veita landinum í fíggjarligari hjálp, eru fíggjarmálaráðharrarnir í evru londunum framvegis fúsir at hjálpa Kýpros. Tað sigur niðurlendski fíggjarmálaráðharrin, sambært fronsku tíðindastovuni. Ein treyt fyri at veita Kýpros lán var, at tey, sum eiga pening í bankanum, skuldu gjalda eitt avgjald, ið var heilt upp í 10 prosent. Men hesa treyt vildi Kýpros ikki ganga undir, og tí varð avtalan vrakað við stórum meiriluta, tá tjóðartingið atkvøddi um hana í gjárkvøldið. Roknað varð við, at bankaavgjaldið fór at útvega ríkiskassanum slakar seks milliardir evrur. Sambært bjargingarætlanini skuldu ES og Altjóða Gjaldoyragrunnurin læna Kýpros 10 milliardir evrur. Niðurlendski fíggjarmálaráðharrin sigur, at tey, sum eiga 150.000 krónur í okkara peningi á bók, eiga ikki at gjalda so stórt avgjald. Men hann veit ikki enn at siga, hvørji stig nú verða tikin til tess at hjálpa Kýpros, sum er í vanda fyri at fara á húsagang. Neyðugt verður at hava tingfund í næstu viku, í dymbildagavikuni, tí uppskotið hjá landsstýrinum um játtanarkarmin skal leggjast fram fyri 1.apríl. Og Løgtingsskrivstovan hevur ikki fingið uppskotið frá landsstýrinum enn. Og hon skal hava uppskotið tríggjar yrkadagar, 72 tímar, áðrenn tað verður lagt fram. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, sigur, at enn eru nøkur tøl eftir at í uppskotið. Hann dugir ikki at siga, nær uppskotið verður liðugt, so løgtingið kann fáa tað. Pensjónsaldurin óbroyttur Í uppskotinum eru karmar fyri rakstur og íløgur næstu fimm árini, frá 2014 til 2018. Útvarpið skilur, at tølini fyri 2014 líkjast nógv tølunum fyri 2013. Tó er neyðugt at dagføra nakrar íløgur, sum eru vorðnar dýrari hetta seinasta árið, síðani karmarnir seinast vórðu lagdir. Í fjør stóðst nógv rok av tí, at ætlanin var at hækka pensjónsaldurin fyri at spara pengar. Tann ætlanin varð seinni slept. Og hon er, sum skilst, ikki við í játtanarkarminum, sum landsstýrið nú leggur síðstu hond á. Pensjónsaldurin verður óbroyttur, 67 ár. Men hóast fólk hava nakrar hundrað milliónir meira at keypa fyri, brúka fólk heldur pengarnar til at gjalda lánini niður. Tað sigur Landsbankin í nýggjastu búskaparmetingini. Pengarnir, sum serliga tey við stóru inntøkunum fáa burtur úr flatskattinum, verða ikki brúktir til at keypa vørur og tænastur. Teir verða brúktir til rentur og avdráttir. Landsbankin sigur, at føroysku húsarhaldini eru sum heild ikki verri fyri enn húsarhald í øðrum londum. Nýtslan økir neyvan nevnivert Lán, sum hava veð í sethúsum, eru okkurt um 75 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni. Í londum sum Danmark, Bretlandi, Sveis og USA eru lánini hjá húsarhaldunum millum 90 og 120 prosent av BTÚ. Tað er ikki sannlíkt, at privata nýtslan og privatu íløgurnar vaksa nevnivert fyrr enn framtíðarútlini og búskaparstøðan í Føroyum batna, sigur Landsbankin. Landsbankin væntar tó, at fólk fara at keypa eitt sindur meira næsta ár enn í ár. Býráðið á Tvøroyri fer á eykabýráðsfundi klokkan tíggju fyrrapartin at brúka lógarheimildina, sum býráðið fekk í gjár, at stytta freistirnar, nú byggisamtyktin skal broytast. Síðani skal skrivast ein umsókn til Innlendismálaráðið um undantaksloyvi eftir broyttu lógini og eitt kunningarskriv til fólkið í kommununi. Skal grundgeva fyri at kunna brúka lógarbroytingina, noyðist Tvøroyrar kommuna við loyvi frá Innlendismálaráðnum at leggja fram aftur broytingarnar í byggisamtyktini, sum annars lógu frammi til í gjár við kærufreist til 9. apríl. Saman við umsóknini skal býráðið grundgeva fyri, hvørji týðandi samfelagslig og vinnulig atlit tala fyri, at Tvøroyrar kommuna skal hava frávik frá vanligu freistunum. Og so skal býráðið í seinasta lagi dagin eftir, at tað fær loyvið um frávik frá tíðarfreistunum, beinleiðis og persónligt kunna tey fólk, sum broytingin ávirkar. quot Maðurin við topphúgvuni quot , ella quot Der mann mit der Pudelm tze quot , sum bókin eitur á týskum, er nú eisini at fáa til keyps í Eysturríki. Og at høvuðspersónurin í bókini er ein kendur maður í Eysturríki, var sjón fyri søgn, tá bókin varð løgd alment fram í eysturríkska høvuðsstaðnum týsdagin. Eysturríksu fjølmiðlarnir vóru væl mannaðir á tíðindafundinum, ið Jens Martin Knudsen skipaði fyri, sum var í einum stórum bókasavni í Wien. Lisið varð upp úr bókini, og fjølmiðlarnir fingu eisini møguleikan at seta spurningar, sum í høvuðsheitum vóru um Føroyar og føroyskan fótbólt. At bókin verður løgd fram nú, er ein samanrenning av landsdystinum millum Eysturríki og Føroyar, sum verður komandi fríggjadag, og at ein eysturríks sjónvarpsrás í løtuni ger eina sending um Føroyar og viðurskiftini rundan um føroyskan fótbólt. Eina viku eftir valið til nýtt landsting í Grønlandi er nýggj samgonga skipa. Siumut fekk eitt sera gott val, og hevur 14 tinglimir av 31. Atassut og Partii Inuit hava tveir tinglimir hvør. Siumut og Atassut eru gomlu flokkarnir í grønlendskum politikki, og hava verið virknir síðani áðrenn grønlendska heimastýrið kom í 1979. Partii Inuit er nýggjur flokkur, stovnaður í ár. Tey hava serliga tosa um at í Grønlandi er tað grønlendskt sum skal vera fyrsta mál. Flokkurin er sprottin úr misnøgd í IA tí IA skal hava mist sambandið við nøkur av sínum upprunamálum. Nýggja samgongan kemur fyrst og fremst at fáa nógv umtalaðu lógina um námsvinnuna at stríðast við. Siumut hevur róð uppundir at tey sum ynskja at koma til Grønlands skulu rinda eitt tilfeingisgjald. Nýggj forkvinna fyri grønlendska landstýrinum verður Aleqa Hammond. Hvønn hon fær við sær í landsstýrið verður ikki greitt fyrrenn fríggjadagin. Tað er ymiskt, hvussu undirtøkan er fyri miðnámsskúlunum kring landið. Freistin at søkja um upptøku var úti fríggjadagin. Á Studentaskúlanum og HF skeiðnum á Kambsdali siga tey frá metstórari undirtøku í ár. Í alt hava 148 næmingar søkt um upptøku á Kambsdali eftir summarfrítíðina samanborið við 120 í fjør. 123 hava søkt um upptøku á studentsútbúgvingini. Av hesum hava 65 valt seg inn á náttúrubreytina og 58 á hugbreytina. 25 umsøkjarar ætla sær undir HF útbúgvingina á Kambsdali. Á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna hava tey fingið 32 umsóknir. Tað eru tvær fleiri enn í fjør. Á miðnámsskúlanum í Suðuroy hava tey í ár fingið 38 umsóknir, tað eru fýra færri enn í fjør. 20 umsøkjarar eru á náttúrubreytini og 18 á hugbreytini. Á Føroya Handilsskúla í Havn er ein lítil afturgongd at hóma. 164 umsøkjarar vilja sleppa undir miðnámslestur á Handilsskúlanum. Hetta eru 25 færri enn í fjør. 60 hava søkt á FHS, 46 vilja sleppa á nýggju búskaparbreytina og 58 á HH2 útbúgvingina. Tá starvið varð lýst leyst 22. januar, vildi danska løgmálaráðið hava, at nýggi fútin skuldi byrja í starvinum skjótast gjørligt. Umsóknarfreistin var til 19.februar. Karen Marie Olesen, sum gjørdist fúti í Føroyum tann 1. oktober í 2005, røkir framvegis starvið sum fúti og kemur javnan til Føroya. Hon fór annars í annað starv á nýggjárinum. Hon er nú leiðari hjá Sydøstjyllands Politi í Horsens. Í gjárkvøldið kom ein ungur maður á Politistøðina í Havn og boðaði frá, at hann er maðurin, sum politiið leitaði eftir í samband við eina hending í Klubbagarðinum í Havn sunnumorgunin. Maðurin játtaði, at hann sló 20 ára gamla mannin, sum breyt kjálkabeinið í tveimum støðum. Maðurin er skuldsettur fyri harðskap. Maðurin, sum meldaði seg sjálvan, er tann sami, sum politiið hevði illgruna um var tann seki. Politiið hevði tó ikki nóg sterk prógv fyri at kunna taka mannin, áðrenn hann sjálvur kom og meldaði seg. Ósemja millum mennirnar Fleiri vitni høvdu nevnt mannin, bæði tíðliga sunnumorgunin og eftir at politiið eftirlýsti vitnum í Útvarpinum sunnudagin. Tað var klokkan tíggju minuttir í fimm sunnumorgunin, at politiið fekk fráboðan um ein mann, sum lá í Klubbagarðinum í Havn. Hann bløddi illa úr høvdinum. Tað vísti seg, at maðurin hevði brotið kjálkabeinið illa. Hann varð sendur á Ríkissjúkrahúsið sunnudagin til viðgerðar. Sambært tí, sum vitni hava greitt politinum frá, var ósemja millum teir báðar menninir, sum so endaði við slagnum í Klubbagarðinum. Lógin, sum gevur landsstýrismanninum í innlendismálum loyvi til at hjálpa kommunum í tíðarneyð, tá byggisamtyktin skal broytast, kom í gildi á midnátt. Hon varð lýst í gjár. Tað er kanska lagnunnar speisemi, at lógin kemur í gildi júst sama dagin, sum vanliga framløgufreistin fyri broytingarnar í byggisamtyktini hjá Tvøroyri kommunu er liðug. Fyri at kunna brúka lógarbroytingina, noyðist Tvøroyrar kommuna við loyvi frá Innlendismálaráðnum at leggja fram aftur broytingarnar í byggisamtyktini, sum annars hava ligið frammi síðani 25.februar. Men kærufreistin er til 9.apríl. Víkja frá tíðarfreistini Nýggja framløgutíðin og kærufreistin verða ein og sama vikan. Tvøroyrar kommuna skal søkja landsstýrismannin í innlendismálum um loyvi at víkja frá vanligu tíðarfreistunum, nú byggisamtyktin skal broytast, so Varðin Pelagic kann byggja frystigoymslu. Við áheitanini frá býráðnum skal grundgevast fyri, hvørji týðandi samfelagslig og vinnulig atlit tala fyri, at umsóknin kann verða gingin á møti. Tey atlitini eru tíggjutals milliónir krónur mistar í lønum og skatti. Framsókn tekur undir við uppskotinum við ávísum treytum. Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin siga, at teir hava verið við í pensjónsarbeiðnum í teirri vón at kunna ávirka og finna eina breiða semju um pensjónsskipanina. Men landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur ikki gingið andstøðuflokkunum á møti. Hann hevur tvíhildið um einans at viðgera tann partin, sum snýr seg um kravda persónliga samansparing frá hvørjum borgara, siga Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin. Teir siga, at neyðugt er at viðgera allar tættir í nýskipanini, sum fevnir um tríggjar súlur fólkapensjónina, Samhaldsfasta og persónligu samansparingina. Vil hava loysn nú Framsókn hinvegin heldur, at pensjónsmálið eigur at verða loyst nú, men skipanin eigur at verða í privatum høpi. Hon skal verða individuell, og hon skal verða kravd. Poul Michelsen sigur, at ein slík skipan fer at eggja til samansparing, tí eitt beinleiðis samband er millum tað, tú sparir saman, og hvussu nógv tú fært aftur. Tingið viðgjørdi í gjár uppskotið frá landsstýrinum um kravda samansparing til pensjón, og tað er farið í fíggjarnevndina. Sambært uppskotinum skulu øll millum 21 ár og eftirlønaraldur spara saman 15 prosent til egna pensjón í 2028. Ein samd Fíggjarnevnd tekur undir við broytta uppskotinum hjá landsstýrismanninum í mentamálum og mælir løgtinginum til at samtykkja tað. Men ikki treytaleyst. Fíggjarnevndin leggur áherðslu á, at landsstýrismaðurin skal fylgja neyvt við verkætlanini og staðiliga gera sínum ráðgevum greitt, at kostnaðarmetingin og tíðarætlanin skulu halda. Fíggjarnevndin vísir eisini á, at skula tíðar og kostnaðarætlanir halda, er neyðugt, at arbeiðið verður sett í gongd alt fyri eitt. Fíggjarnevndin sendi eisini landsstýrismanninum nakrar spurningar, áðrenn hon skrivaði álitið í gjár. Landsstýrismaðurin sendi Landsverki spurningarnar. Og Landsverk sigur, at 515 milliónir krónur eru besta boðið upp á ein kostnað, sum kann halda. Landsverk sigur, at ætlanin er nú, at skúladepilin verður liðugur í august 2016. Men so skal arbeiðið eisini byrja í næsta mánað. Fíggjarnevndin spurdi eisini um byggieftirlit. Landsverk ætlar at bjóða byggieftirlitið út millum virki, sum hava sæti í Føroyum, sum tað stendur í svarinum frá Landsverki. Umframt byggieftirlitið setur Landsverk tvey ella trý fólk til verkætlanar og byggileiðslu. Løgtingið fer í dag viðgera eitt uppskot frá Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, um barnaumboð og barnaráð, sum skal koma í gildi 1. januar. Barnaumboðið og Barnaráðið skulu røkja áhugamálini hjá øllum, sum eru yngri enn 18 ár, og hjá 18 ára gomlum ella eldri, sum eru undir barnaverndarlógini. Barnaumboðsskipan er mett at kosta 634.000 krónur um árið. Starvið sum Barnaumboð er triðings fulltíðarstarv, og lønin er 240.000 krónur um árið. Umframt Barnaumboðið vera seks fólk í Barnaráðnum. Sambært einari ST frágreiðing frá 2011 ber til at betra rættartrygdina og rættindini hjá børnum og ungum í Føroyum. Men 13. februar kom Tjóðveldi við uppskoti um at seta úr gildi løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg um Landsbanka Føroya, og tað er hetta uppskotið, sum kemur til aðru viðgerð á tingfundinum fyrrapartin. Fíggjarnevndin hevur viðgjørt uppskotið. Meirilutin, nevndarlimirnir hjá samgonguni, mælir tinginum frá at samtykkja uppskotið. Meirilutin sigur, at síðani 14 .desember í fjør er einki komið fram um, at tað er ein skeiv avgerð at lata Landsbankan aftur. Ivast í arbeiðnum hjá landsstýrismanninum Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum sigur, at arbeiðið við umskipan, sum er at lata øðrum stovnum tað, sum Landsbankin umsitur, gongur eftir ætlan. Tí ivast Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin stórliga í. Teirra fólk í Fíggjarnevndini siga, at nú góðar tvær vikur eru til 1. apríl, er ikki greitt, hvør stovnur skal gera hvat, ella hvørji starvsfólk hjá Landsbankanum vera hvar. Uppskot har Landsbankin er við Tey vísa eisini á, at Landsbankin er við í uppskotinum um stjórnarskipan, sum løgtingið at kalla hevur verið samt um higartil. Og í stjórnarskipanini, sum nú er í løgtinginum, er Landsbankin eisini við, siga nevndarlimirnir hjá Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum í Fíggjarnevndini. Flogfør hjá sýriska herinum bumbaðu í gjár á markinum til Libanon, og myndugleikarnir í Libanon bera ótta fyri, at borgarakríggið í Sýria kann breiða seg til Libanon. Hetta er fyrstu ferð at sýrisk flogfør hava bumbað so tætt at markinum, og tí er vandi á ferð, sigur ein herovasti í Libanon. Herovastin sigur seg kortini ikki vera vísan í, hvørju megin markið bumburnar fullu. Aðrar keldur í Libanon siga, at sýrisku flogførini skutu rakettir eftirbýnum Arsal í Bekaa dalinum, men heldur ikki tær keldurnar eru vísar í, hvørju megin markið tær raktur. Fólkið í Arsal eru sunnimuslimar, og tey stuðla uppreistrardeildunum, sum hava sett sær fyri at reka Assad forseta frá valdinum í Sýria. Landstýrissmráðingarnar í Grønlandi halda fram, Siumut, sum vann valið er framvegis í samráðingum við IA, Attasut og og Inuit flokkin. Aleqa Hammond legðist eins og nógv onnur í Nuuk við fepuri fríggjadagin, og avlýsti allar fundir. Men hon ætlar sær til arbeiðis í dag. Formaðurin í Attasut, Gerhardt Petersen, letur væl at fundinum við Siumut. Hann sigur við grnlendska kringvarpið, at teir báðir flokkarnir draga eina línu í fiskivinnumálum, ráevnismálum og í spurninginum um námsvinnu. Siumut og Attasut hava avtalað fund aftur. Aleqa Hammond, forkvinna í Siumut, sigur, at samráðingarnar við nýggja flokkin Inuit vóru áhugaverdar, og grundarlag er at samráðast víðari við Inuit, tí stevnuskráirnar hjá báðum flokkum líkjast nógv. Í morgin er ein vika síðani landstingsvalið í Grønlandi. Tí hækkar limagjaldið hjá felagnum úr 1,6 prosentum av lønini upp í 1,8 prosent. Hækkingin fer í Aktións og upplýsingargrunnin, sum eisini er verkfalsgrunnur. Men í framtíðini skal grunnurin gera meira við at fremja gransking og styrkja kunnleikan um námsfrøðiliga arbeiði. Verkfallið hjá Pedagogfelagnum í fjør vardi í tríggjar vikur. Føroya Pedagogfelag fer at krevja lønarhækking, tá sáttmálasamráðingar verða aftur í heyst. Kravið er, at lønin verður lyft upp á eitt stig, so hon samsvarar við ábyrgd og arbeiðsbyrðu, og at størri dentur verður lagdur á at skapa eitt sunt og mennandi arbeiðsumhvørvi, har pedagogar og pedagogisk hjálparfólk starvast, sigur Pedagofelagið sigur í yvirlýsing frá aðalfundinum leygardagin. Tað sigur flokkurin í yvirlýsing frá landsfundinum um vikuskiftið. Sambandsflokkurin góðtekur heldur ikki, at bankarnir fáa veð í veiðiloyvum, tí hetta svarar til at avhenda bankunum ognar og ræðisrættindi. Sambandsflokkurin krevur eisini, at allur fiskur, sum føroysk skip fiska, skal um føroyskan bryggjukant, og alt fiskatilfeingi skal takast við til lands. Um búskaparpolitikkin sigur Sambandsflokkurin, at landskassin eigur at útvega sær nýggjar og fleiri inntøkukeldur, við eitt nú tilfeingisgjøldum frá fiski og alivinnuni, og eisini eigur at verða kannað, hvussu skattabyrðan kann útjavnast. Uppskotið um karmarnar skal leggjast fyri løgtingið fyri 1. apríl. Men næsta vika er dymbuldagavika, og tá er eingin tingfundur. Tí skal Løgtingsskrivstovan hava uppskotið í morgin, skal tað leggjast fram í tinginum fríggjadagin. Í játtanarkarmunum sæst, hvussu samgongan ætlar at brúka pengarnar til rakstur og íløgur næsta ár, og hvør ætlanin er næstu fýra árini. Ein ætlan, sum samgongan enn heldur fast um, er at fáa javnvág í fíggjarlógina fyri 2016. Nýggj stjórn er skipað í Ísrael, og nýggjur verjumálaráðharri verður fyrrverandi generalurin og høgrapolitikarin, Moshe Yaloon, úr Likud flokkinum hjá Benjamin Netanyahu, forsætisráðharra. Hann avloysir Ehud Barak úr Arbeiðaraflokkinum, sum ikki longur er stjórnarflokkur. Fýra flokkar fara nú at skipa stjórn í Ísrael. Umframt Likud eru tað miðflokkurin hjá Yair Lapid, sum gjørdist politiskt stjørnuskot á valinum í januar, víðgongdi høgraflokkurin Jødiskt Heim og flokkurin Rørslan, hjá fyrrverandi uttanríkisráðharranum Tzipi Livni. Stjórnin fær stuðul frá 68 av teimum tilsamans 120 tinglimunum í Knesset. Ein talskvinna, fyri kinesiska uttanríkisráðið, sigur, at summir fjølmiðlar og persónar ímynda sær, at Kina hevur stórar ætlanir í Grønlandi, men tað er ikki veruleikin, segði hon á tíðindafundi í kinesiska uttanríkisráðnum. Tað hevur ljóðað, at 3.000 lágløntir kinverjar fara at byggja eitt nám í Grønlandi, og júst námsvinnan var eitt av høvuðsevnunum í valstríðnum upp undir grønlendska landstingsvalið herfyri. Talskvinnan varð spurd, hvørja støðu hon hevur til sjónarmiðið hjá Alequ Hammond úr Siumut, sum vann valið, um størri eftirlit við útlendskum fyritøkum í Grønlandi. Hon svaraði, at sær kunnugt hevur Grønland givið útlendskum fyritøkum 20 loyvi at leita eftir olju og gassi og fleiri enn 100 námsloyvi. Men eingin kinesisk fyritøka hevur fingið loyvi, segði talskvinnan. Danska stjórnin fyrireikar í løtuni eitt lógaruppskot, sum skal rudda slóð fyri, at útlendsk arbeiðsmegi kann koma til Grønlands, tí donsku útlendingareglurnar eru eisini galdandi í Grønlandi. Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, í einum uppskoti um at lækka ferðaavgjaldið, sum kemur til fyrstu viðgerð í dag. Tá løgtingið viðgjørdi fíggjarlógina, samtykti tað eftir uppskoti frá fíggjarnevndini at lækka inntøkurnar frá ferðaavgjaldinum tríggjar milliónir krónur, niður í 11 milliónir, og endamálið við hesum uppskotinum er at fremja samtyktina hjá løgtinginum. Fíggjarmálaráðið sigur, at við at lækka inntøkurnar tríggjar milliónir, er grundarlag er fyri at lækka ferðaavgjaldið 25 krónur. Metingin byggir á upplýsingar frá flutningsfeløgunum. Men í ár missir landskassin bert einar 700.000 800.000 krónur, tí lógin kemur sambært uppskotinum ikki í gildi fyrr enn 1. oktober. Fíggjarnevndin segði í álitinum til fíggjarlógina, at landsstýrismaðurin eigur at gera eina ætlan, so ferðaavgjaldið verður strikað eftir nøkrum árum. Landsstýrismaðurin sigur, at hann tekur hesa áheitina til eftirtektar, og fer at leggja málið fyri landsstýrið. Løgtingið fer fyrrapartin at viðgera uppskotið um nýggja pensjónslóg. Sambært uppskotinum hjá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, skulu allir borgarar á arbeiðsmarknaðinum, millum 21 ár og fólkapensjónsaldur, sum í løtuni er 67 ár, gjalda til eftirlønarsamansparing. Gjaldið í 2014 verður eitt prosent, og tað hækkar síðani eitt prosentstig um árið, til tað er komið upp á kravdu 15 prosentini í 2028. Øll inngjøld til eftirlønarsamansparingina verða skattað við 40 prosentum, og tá eftirlønin verður goldin út, skulu hvørki skattur ella avgjald rindast til landskassan, stendur í uppskotinum. Ongin sparing Landsstýrið væntar, at tá øll eru farin at spara saman til egna eftirløn, fer tørvurin á fólkapensjón at minka, og peningurin kann nýtast til aðrar vælferðartænastur, millum annað heimarøkt, ellisheim og sjúkrarøkt. Men hetta uppskotið hevur onga sparing við sær í almannapensjónum, tí tað heimilar ikki mótrokning. Arbeitt verður við einum nýggjum uppskoti um, hvussu almannapensjónirnar skulu verða frá 2014, og hvussu tær skulu javnast. Ætlanin er at leggja uppskotið fram í heyst, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður. Á valinum vann mótstøðumaður hansara, Uhuru Kenyatta, valið longu í fyrsta valumfari. Hann fekk 50,07 prosent av atkvøðunum og sleppur akkurát undan einum valumfari aftrat. Men Odinga segði beinanvegin eftir valið, at valsvik er framt og tí vil hann ikki góðtaka úrslitið. Ein annar trupulleiki er, at Altjóða Revsidómstólurin, ICC, hevur ákært Kenyatta fyri brotsverk móti mannaættini. Kenyetta er ákærdur fyri at hava eggjað til blóðuga uppreisturin eftir seinasta forsetaval í 2007. Ein uppreistur, sum kravdi umleið 1200 mannalív og har eini 600.000 fólk flýddu frá húsi og heimi. Uhuru Kenyatta er 51 ára gamal og er sonur fyrsta forsetan í Kenya, Jomo Kenyatta. Raila Odinga, sum altso nú hevur kært valið til Hægstarætt, lovar at virða niðurstøðuna, sum hægstirættur kemur til og mælir Kenyatta at gera tað sama. Um vikuskiftið hevur verið sera ófriðarligt í høvuðsstaðnum Nairobi. Løgreglan brúkti táragass móti viðhaldsfólkum hjá Odinga, sum vóru savnað framman fyri bygningin hjá hægstarætti. Støðan hjá unga manninum, sum í gjár koyrdi út av vegnum og endaði á sjónum í bili sínum uttalaga á Saltnesi við Sálafjørðin, er enn kritisk, sambært vakthavandi á Politistøðini í Havn. Maðurin, ið er 19 ára gamal og ættaður úr Klaksvík, hevur fingið skaðar á høvdið, og hann varð í gjárkvøldið sendur niður í Skyby sjúkrahús í Aarhus við leiguflogfari. Tað var klokkan 13.15 í gjár fekk løgreglan fráboðan um, at ein bilur var farin á sjógv beint uttan fyri lítla pierin, sum er uttarlaga í Saltnesi. Fór uppum bilverjuna Løgreglan sigur, at bilurin, sum var á veg úteftir, var komin út um Rókina, sum tað verður rópt, tá hann fór upp um bilverjuna og endaði á sjónum við hjólunum uppeftir. Onkur sá bilin fara út av og á sjógv, og skjótt var fólk á staðnum og fekk mannin út úr bilinum. Maður var uttan vit, tá hann varð fluttur á Landssjúkrahúsið, men vakthavandi á Politistøðini í Havn hevur ikki frætt, at maðurin hevur verið við vit síðan óhappið. Politiið veit enn ikki at siga, hvør orsøkin er til, at bilurin endaði á sjónum, men at hetta verður kannað. Maðurin varð einsamallur í bilinum, tá hann fór á sjógv. Nú, fimm ár aftaná at fíggjarkreppean rakti Evropa, er onki sum týðir uppá at støðan gerst betri. Hesi ungu verða kallaði tað mista ættarliði. Seinast, eitt heilt ættarlið fekk hetta spjaldurið, var tá Evropa lá í knúsi aftaná 1. heimsbardaga. Altjóða fakfelagsfelagsskapurin ILO vísir á, at meðan ES júst hevur fingið friðarheiðursløn Nobels, so eru tað tey ungu, ið bera prísin fyri kreppuna, sum rakar fleiri ES lond. Tøl hjá ES vísa, at ongantíð í søguni hjá felagsskapinum hava so fá ung havt arbeiði tað eru tvífalt so nógv arbeiðsleys undir 25 ár, sum tað eru arbeiðsleys omanfyri 25 ár. Í dag eru 5,7 milliónir ung undir 25 ár arbeiðsleys, vísa hagtøl hjá ES, og heili 14 milliónir undir 29 ár eru uttan arbeiði ella skúlapláss. Aftanfyri hesi tølini finna vit ung, sum einki hava at gera í gerandisdegnum. Í staðin fyri at fáa sær arbeiðsroyndir og fyrireika seg til at fáa familju og egið heim, so ganga tey fyri onki. Í samrøðu við Aftenposten sigur leiðarin fyri felagsskapin Youth Forum, at fíggjarkreppan hevur rakt tey ungu munandi harðari enn onnur. Norska blaðið Aftenposten hevur fylgt fleiri ungum evropeum, sum hava torført við at síggja nakra framtíð. Greinarøðin er at finna her. Nógvur kavi er í nátt lagstur um alt landið. Her á kringvarpinum vilja vit fegin hava eina kavamynd, ið er tikin, har tú býrt, so vit kunnu vísa okkara brúkarum, hvussu tað sær út kring landið. Seinni í dag savna vit myndirnar frá brúkarunum saman í eitt myndasavn her á kringvarpinum. Send okkum tínar kavamyndir til netvarpi. Føroyameistarnir í flogbólti eru nú funnir. Tað er greitt aftan á seinnu FM finalurnar í flogbólti, sum vórðu avgreiddar fyrr í dag. Mjølnir kvinnurnar eru føroyameistarar, eftir at tær vunnu ein greiðan sigur á SÍ. Úrslitið var 3 0, og sett úrslitini vóru 25 14, 25 14 og 25 9. Hjá monnunum var tað ÍF, sum gjørdist FM vinnari. Teir vunnu seinnu finaluna móti SÍ 3 1, SÍ vann fyrsta settið 25 23, síðani vann ÍF trý tey næstu settini 25 20, 25 13 og 25 17 Bæði kvinnurnar úr Mjølnir og menninir úr ÍF eru somuleiðis steypavinnarar, so talan er um tveir greipuvinnarar í flogbóltskappingini í ár. Í Runavík gjørdist talan um ein undirhaldandi dyst millum NSÍ og KÍ við Løkin. Úrslitið gjørdist, at klaksvíkingar fóru til hús aftur við trimum stigum eftir at hava vunnið 3 2. Eftir 41 minuttir gjørdist støðan 1 0 til KÍ. Atli Danielsen smekkaði til við brotsteigarmarkið. NSÍ skoraði til 1 1 við máli frá Jann Martin Mortensen. Minuttin eftir legði Páll Klettskarð, KÍ á odda 2 1. Klæmint Olsen smekkaði bóltin í málið, tá 10 minuttir vóru eftir til 2 2. Stutt fyri leiklut tekur liðskiparin hjá KÍ, Hjalgrím Elttør, ábyrgd og smekkar bóltin í málið til 3 2. Við Margáir var lagt upp til ein spennandi dyst ímillum EB Streym og ÍF, og tað bleiv tað eisini. Endaliga úrslitið gjørdist 2 1 til gestirnar úr Fuglafirði. Arnbjørn legði annars EB Streym á odda eftir hornaspark, tá eitt korter var leikt av dystinum. Tá góðir 10 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki javnaði Øssur Dalbúð, og Bogi Reinert Petersen avgjørdi dystin stutt fyri leiklok til endaliga úrslitið 2 1 til ÍF. Á Argjum vann HB 3 1 á AB. Teir reyðsvørtu løgdu bragdliga fyri og longu eftir 3minuttir skoraði Símun Samuelsen til 1 0. 10 minuttir seinni gjørdist tað 2 0 við máli frá Bárði Olsen. Eftir 18 minuttir bleiv tað 3 0 til HB eftir sjálvmál. Keita minkaði um munin til 3 1 fyri AB. AB hevði fleiri góðar møguleikar í seinna hálvleiki og royndu at trýsta, men uttan úrslit. Á Dungasandi vann uppflytarin 07 Vestur á tvørámonnum. Úrslitið gjørdist 3 1. 07 Vestur legði seg á odda longu eftir tríggjar minuttir við máli frá Tór Ingar Akselsen. Nýggi 07 Vestur leikarin, Camara, skoraði til 2 0 eftir 20 minuttir. Tíðliga í seinna hálvleiki gjørdist tað 3 0, tá Emil Mikkelsen skoraði fyri 07 Vestur, men beint eftir málið minkaði Poul Ingason fyri TB til 3 1. Stutt fyri leiklok skoraði miðvallarin Evrad Bl eacute til 4 1, ið eisini gjørdist endaliga úrslitið. Í Gundadali leiktu B36 og Víkingur. B36 vann heldur óvæntað heili 4 0 . Lukasz Cieslewicz legði B36 á odda tíðliga í fyrra hálvleiki. Súni Olsen gjørdi tað til 2 0, tá hann við beinleiðis frísparki sendi bóltin í málið. Ungi tvørámaðurin, Gilli Sørensen, økti til 3 0 og Lukasz Cieslewicz staðfesti støðuna við máli til 4 0. Tann 26. februar avmyndaði Christian Michael Mortensen ein sæðing við Hoyvíkstjørn, og tað var níggjunda skráseting í Føroyum. Sæðingur Larus delawarensis er ein norðuramerikanskur másafuglur, ið minnir mest um ein skatumása. Eingin sæðingur er nakrantíð ringmerktur í Føroyum, og tí varð avgjørt at fanga og ringmerkja henda sjáldsama fugl. Sæðingurin varð fangaður við Hoyvíkstjørn og bleiv hann ringmerktur, mátaður, kannaður fyri lús og síðani sleptur aftur. Jens Kjeld Jensen, náttúruáhugaður, vildi kanna fuglin fyri lús. Hann hevði høvuðlúsina Saemundssonia lari og kropslúsina Austromenopon transversum . Eisini hevði hann amerikanska undirslagið av lúsini Quadraceps punctatus, nevniliga sublingulatus . Væntandi er hetta ein tann fyrsta skráseting av hesum undirslagið í Evropa. Løgtingið samtykti í dag við 2. og 3. viðgerð at broyta lógina um býarskipanir og byggisamtyktir, so hoyringsfreistin verður stytt. Hetta varð gjørt, so at Varðin Pelagic kundi fara undir at byggja frystigoymsluna á Tvøroyri út. Men Kári Thomsen, sum upprunaliga kærdi byggiloyvið, Tvøroyra býráð gav Varðanum Pelagic, og fekk viðhald fyri kærunevndini í lendismálum, fer í rættin við avgerðini hjá løgtinginum. Í stuttu skrivi til fjølmiðlarnar, skrivar Kári Thomsein Málið um broyting av Býarskipanarlógini verður sent til landsrættin mánadagin, so málið av sær sjálvum kemur í hægstarætt. Málið verður sent til Eystara Landsrætt mánadagin. Løgtingið samtykti í dag við 2. og 3. viðgerð at broyta lógina um býarskipanir og byggisamtyktir, so hoyringsfreistin verður stytt. Hetta varð gjørt, so at Varðin Pelagic kundi fara undir at byggja frystigoymsluna á Tvøroyri út. Men Kári Thomsen, sum upprunaliga kærdi byggiloyvið, Tvøroyra býráð gav Varðanum Pelagic, og fekk viðhald fyri kærunevndini í lendismálum, fer í rættin við avgerðini hjá løgtinginum. Í stuttu skrivi til fjølmiðlarnar, skrivar Kári Thomsein Málið um broyting av Býarskipanarlógini verður sent til landsrættin mánadagin, so málið av sær sjálvum kemur í hægstarætt. Málið verður sent til Eystara Landsrætt mánadagin. Teirra millum eru 12 Eik fólk, sjey í Danmark og fimm í Føroyum, sum eru kravd eftir ávikavist 250 milliónum og 150 milliónum. Stjórnin, nevndin, starvsfólkaumboðini tó undantikin, og grannskoðarin í Eik í Danmark eru stevnd. Í gamla Eik Banka í Føroyum eru tveir stjórar, formaðurin og næstformaðurin í nevndini og grannskoðarin stevndir. Tað upplýsir Danmarks Radio, sum hevur kannað sakarmálini hjá Fíggjarligum støðufesti móti seks kollsigldum bankum, teirra millum Eik í Danmark og Eik í Føroyum. Sambært Fíggjarligum støðufesti kollsigldi Eik í Danmark, tí bankin gav viðskiftafólkum, sum ikki vóru før fyri at gjalda síni lán, fleiri lán, so tey kundu gjalda rentur og avdráttir av gomlu lánunum, trygdin fyri lánum var vánalig, og bankin hevði alt ov nógv lán í fastognum. Ganga minst fýra ár Orsøkin til, at Eik í Føroyum koppaði 30.september í 2010, var, at bankin hevði stór áhugamál í útlendskum fastognarverkætlanum. Størsta kravið, ein milliard krónur, er móti 11 fólkum, sum stóðu á odda fyri Roskilde Bank. Fyrstu dómarnir í bankamálunum falla ikki fyrr enn um fýra til seks ár. Sambært Danmarks Radio er sjeynda stevningin á veg. Hon er móti teimum, sum Fíggjarligt støðufesti gevur skyldina fyri, at Amagerbanken fór á heysin. Fyrsta rættarmálið byrjar í heyst, tað er móti Capinordic. Mjølnir og ÍF hava bestu kortini á hondini undan FM finalunum í flogbólti í Trongisvági í morgin. ÍF vann í gjár fyrstu finaluna á heimavølli móti SÍ 3 1. Fyrradagin vunnu Mjølnir kvinnurnar 3 0 á SÍ. Spælt verður best av trimum dystum. Vinna Mjølnir og ÍF í morgin, eru tey føroyameistarar hjá ávíkavist kvinnum og monnum. Kvinnufinalan millum Mjølnir og SÍ byrjar klokkan 13.00. Mansfinalan er klokkan 15.30 Finalurnar hjá teimum ungu eru eisini í Trongisvági. Tær verða spældar í dag og í morgin Skráin Fríggjadagin 15. mars Gentur 14 TB Dráttur klokkan 16.00 Dreingir 14 SÍ TB klokkan 18.00 Mansunglingar ÍF SÍ klokkan 20.00 Dreingir 16 SÍ Ternan klokkan 22.00 Leygardag 16. mars Gentur 12 TB Fleyr klokkan 10.00 Dreingir 12 ÍF TB klokkan 11.00 Eik liga kvinnur Mjølnir SÍ klokkan 13.00 Eik liga menn ÍF SÍ klokkan 15.30 Gentur 16 ÍF Ternan klokkan 18.00 Kvinnuunglingar TB Fleyr klokkan 20.00 Hetta er partur av keypsavtaluni millum Fíggjarligt støðufesti og TF Holding. Og Fíggjarligt støðufesti fær alt vinningsbýtið, 122,5 milliónir krónur. Eik Banki Føroya hevði 77 milliónir krónur í avlopi í fjør. Fyri skatt og niðurskrivingar millum annað var avlopið 130 milliónir krónur Í 2011 hevði bankin 256 milliónir í halli. Niðurskrivingarnar fyri árið 2012 eru 61,2 milliónir krónur. Tær vóru 420 milliónir krónur í 2011. Fíggjarstøða bankans javnvigar við 8,2 milliardir krónur, samanborið við 7,8 milliard krónur við árslok 2011. Eginognin er 1,3 milliard krónur, innlánini eru 6,5 milliard krónur Innlánini eru økt síðan árslok 2011, og eru hægri enn útlánini, sum við árslok 2012 vóru 4,9 milliard krónur. Rættarnevndin gjørdi bara eina innkalling afturat, tá hon viðgjørdi uppskotið hjá Innlendismálaráðnum um styttri freistir, tá broytingar í byggisamtyktum skulu gerast, tá týðandi samfelagslig og vinnulig atlit tala fyri tí. Men hvørki Kári Thomsen, sum kærdi avgerðina hjá Tvøroyrar kommunu at geva Varðanum Pelagic byggiloyvi, ella teir løgfrøðingar, sum alment hava sett spurnartekin við lógarbroytingina, vórðu bidnir um at koma á fund. Tað varð hinvegin Halgir Winther Poulsen. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, forkvinna í Rættarnevndini, sigur, at ynski var í nevndini um at hoyra ein uttanveltaðan løgfrøðing. Møguligt álit í dag Fundurin hjá Rættarnevndini í gjár gjørdist drúgvur. Hann byrjaði klokkan eitt og var liðugur klokkan hálvgum sjey. Rættarnevndin hjá løgtinginum fór aftur á fund klokkan níggju í morgun at viðgera uppskotið hjá Innlendismálaráðnum. ætlanin var at skriva álit um uppskotið. Hetta var annars fyrstu ferð í 19 ár, at lógin skuldi dagførast í Føroyum. Nú eru broytingarnar og dagføringarnar komnar aftur í tingið. Talan er um danska lóg, sum lagað til føroysk viðurskifti er sett í gildi í Føroyum. Nøkur mistøk í 2009, tá ríkislógartilmælið kom í tingið, gjørdu, at ikki bar til at seta lógarbroytingarnar í gildi, hóast løgtingið samtykti tær, og løgmaður staðfesti tær og bað ríkismyndugleikarnar seta lógarbroytingarnar í gildi í Føroyum. Men sambært ríkismyndugleikunum vóru heimildirnar at seta lógarbroytingarnar í gildi við kongligari fyriskipan ikki í lagi tá. Neyðugt varð tí at fáa tað í rætt lag og leggja lógina fyri løgtingið aftur. Skal svara til donsku lógina Loftferðslulógin er dagførd, so hon svarar til donsku lógina. Broytingar, sum eru gjørdar í Danmark síðani 1990, eisini tær, sum komu í 2011, koma nú í lógina, sum verður galdandi í Føroyum. Sambært Vinnumálaráðnum er ein dagførd flogferðslulóg, sum er lagað eftir føroyskum viðurskiftum, ein fortreyt fyri, at Føroyar sleppa við í samstarvið, sum loyvir flogfeløgum í Evropa uttan serstakar avtalur at flúgva til øll lond, sum eru við í sáttmálanum um evropeiska loftferðsluøkið. Løgtingið fer at viðgera uppskotið í dag. Tingfólkini vilja hava, at londini vilja góðtaka at tey fara at rinda allar rokningar hvørt ár. Tingfólkini krevja eisini, at fíggjarætlanin, sum skal vara í sjey ár, verður endurskoðað eftir hálvari tíð, so nýggja ES tjóðartingið, sum skal veljast næsta ár, eisini fær ávirkan á fíggjarætlanina. Ein meiningakanning vísir, at Javnaðarflokkurin bert hevði fingið 16,5 prosent av atkvøðunum, um val var nú. Eitt er at flokkurin leingi hevur ligið niðanfyri Vinstra, men eftir hesi kanningini, er eisini Danski Fólkaflokkurin størri enn Javnaðarflokkurin. Eftir kanningini hevði DF fingið 17,8 prosent av atkvøðunum. Polittiski eygleiðarin hjá Berlingske sigur, at talan er um eina søguliga kanning, og heldur gongdin fram, so verður tað ikki Javnaðarflokkurin, sum fer at standa á odda fyri donsku stjórnini. Talan er um søguliga eyðmýking av Javnaðarflokkinum, sigur eygleiðarin. Kanningin vísir samstundis, at um val var í Danmark nú, so hevði borgarligi vongurin fingið 100 umboð í fólkatingið, og samgongan 75 umboð. Hjá Siumut var talan um Ruth Heilmann og Per Berthelsen. Men men gamlir kenningar stungu høvdið uppundan aftur. Teirra millum er Lars Emil Johansen, sum hevur drúgvar royndir í grønlendskum politikki. 66 ára gamli royndi polittikarin fekk triðflestar atkvøður á listanum. IA sum er næststørsti flokkurin misti tríggjar tinglimir, men fýra av teimm royndu vóru ikki vald aftur, teirra millum var Ove Karl Berthelsen. Ístaðin var fólkatingslimurin hjá flokkinum, Sara Olsvig vald í landstingið. Hon hevur ikki sitið í landstinginum fyrr. Atassut, sum einaferð var ein at stóru flokkunum, saman við Siumut, fekk bert tvey umboð hesuferð. Millum annað varð formaðurin í flokkinum, Gerhardt Petersen, ikki valdur aftur. Tað var hann heldur ikki fyri fýra árum síðani. Nýggjur í landstinginum er Steen Lynge, sum nú verður roknaður sum nýggjur formaður í Attasut. Demokratarnir mistu helvtina av atkvøðunum, og fingu bert tvey umboð. Partii Inuit fekk eisini tvey umboð í landstingið. Tá ið borgarin ikki skilir brøvini, sum stovnar og feløg senda teimum, so hava vit ein demokratiskan trupulleika. Tað heldur Brynhild Thomsen, tíðindakvinna, sum hevur mett um orðingarnar í brøvum, ið nógvir borgarar ikki sleppa undan. Kardinal Jorge Bergoglio úr Argentina er valdur til at gerast tann nýggi pávin. Hann hevur fingið sær pávanavnið Frans tann fyrsti, og gerst pávi nummar 266 í røðini sum byrjaði við Sankta Pætur. Hann kemur frá starvinum sum erkabiskuppur í Buenos Aires i Argentina. Bergoglio er føddur 17. desember í 1936, og er 76 ára gamal. Hann er tann fyrsti pávin sum ikki er úr Evropa síðani Gregor III av Sýrialandi sat sum pávi frá 731 til 741. Bið fyri mær Frans tann fyrsti kom út á altanina á Pæturkirkjuni klokkan 19.25 føroyska tíð, og byrjaði við at siga gott kvøld til stóru mannamúgvuna. Tit vita at at tað er pliktin hjá konklavinum at finna ein biskupp av Rom. Teir noyddust næstan til heimsins enda fyri at finna hann, segði hann við einum brosi. Eg takki tykkum fyri vælkomuna, segði hann áðrenn hann bað eina bøn fyri Bænadikt páva sum legði frá sær, og síðani bað hann Faðir Vár. Óvæntað val At Bergoglio gerst pávi kom óvæntað á tey flestu, tí hann hevur ikki verið nevndur sum ein av teimum við best møguleikum. Hann bleiv útnevndur til kardinal av Jóhannus Paul II páva í 2001. Frans I hevur alla sína tíð arbeitt í heimlandinum Argentina. Fleiri av teimum sum blivu nevndir sum møguligir pávar hava gjørt tænastu í Vatikanum, men tað hevur Bergoglio ikki gjørt. Tað sigst at hann var tann sum fekk næstflestar atkvøður tá Bænadikt XVI bleiv valdur í 2005, men var hildin at vera ov gamal til at gerast pávi tað ferðina. Tey sum vóru arbeiðsleys, vóru 28 færri enn í desember. Fyri einum ári síðani vóru 1.710 arbeiðsleys, svarandi til 6,3 prosent. So fá hava ikki verið arbeiðsleys síðani í august í 2009. Tá flest vóru arbeiðsleys, var í januar í 2011, tá vóru góð 2.000 fólk arbeiðsleys. Nú skal greiða fáast á, hvat tað er, sum Skálaberg fekk bót fyri, tá hann var tikin í Murmansk. Tað kann vera avgerandi fyri, hvussu nógvar pengar JFK Trol kann krevja í endurgjaldi frá Fiskimálaráðnum. Rættarmálið hevur verið í gongd eina tíð, og nakrir fyrireikandi fundir hava verið. Men útlit eru fyri, at tað helst kemur at vara eitt ár aftrat, sigur advokaturin hjá JFK troli, Niels Winther Poulsen. Orsøkin til, at tað gongur so seint fyri seg, er at JFK Trol neyvt má fáa greiði á, hvat tað var, sum Skálaberg fekk bót fyri, tá hann varð tikin í Murmansk í 2009. Tí tað kann vera avgerandi fyri, hvussu nógvar pengar felagið kann krevja í endurgjaldi frá Fiskimálaráðnum. Møguligt brot á russiska lóg Russar hildu, at Skálaberg hevði framt tvey brot á lógina Skipið hevði onki fiskiloyvi umborð, og haraftrat hevði skipið skipið fiskað meira enn ásettu kvotuna. Úrslitið var, at reiðaríið fekk fimm milliónir krónur í bót í rættinum í Murmansk. JFK trol heldur upp á, at Skálaberg varð tikin, tí eitt mistak var gjørt í samskiftinum millum Fiskimálaráðið og russiskar myndugleikar. Og tað var at Fiskimálaráðið hevði ikki á nøktandi hátt givið russisku myndugleikunum boð um, at Skálaberg skuldi fiska av kvotuni hjá Sundabergi. Felagið heldur tí, at Fiskimálaráðið skal endurrinda bótina á 5 milliónir krónur. Ógreitt hvat sum er orsøkin Men tað er eitt sindur ógreitt, hvat tað var, sum JFK trol fekk bótina fyri. Um tað var fyri ikki at hava fiskiloyvið umborð. Ella um tað var fyri ólógligan fiskiskap. Í fyrra førinum kann reiðaríið ikki krevja endurgjald frá Fiskimálaráðnum, tí tað er ábyrgd hjá reiðaríi og skipara at syrgja fyri, at neyðuga fiskiloyvið er umborð. Men er talan um seinna førið, kann felagið krevja endurgjald. Tí má felagið nú finna sær serkøna hjálp í Ruslandi at kanna dómin og lóggávuna rundanum hann. Og hetta kann fara at taka rúma tíð, kanska upp í eitt ár, væntar Niels Winther Poulsen, advokatur. Krevur tíggju milliónir Endurgjaldskravið hjá JFK Troli ljóðar upp á 10 milliónir krónur. Fimm vóru fyri bótina og aðrar fimm vóru fyri, at tilburðurin seinkaði søluni av Skálabergi, fyri mista fiskitíð og fyri útreiðslur í sambandi við at skipið verð hildið aftur í Murmansk. Skálaberg varð seldur stutt eftir hendingina í Murmansk. Tingið skal atkvøða um tunnil til Viðareiðis fyri 162 milliónir. Og Marknagilsdepilin er komin aftur í tingið. Mentamálaráðið biður um 515 milliónir krónur til ta verkætlanina. Og Heilsumálaráðið biður um 550 milliónir til Landssjúkrahúsið, sum skal umvælast, útbyggjast og nútíðargerast. Tingfundurin í dag byrjaði klokkan hálvgum tíggju í morgun. Ferðaráðið søkir eftir tveimum starvsfólkum innan sølu og marknaðarføring. Annað av hesum starvsfólkunum skal hava ábyrgdina av at marknaðarføra Føroyar á internetinum. Viðkomandi skal hava ábyrgdina av heimasíðuni og marknaðarføra Føroyar í teimum talgildu miðlunum. Hitt starvsfólkið skal marknaðarføra Føroyar sum ráðstevnu land og samskipa arbeiðið saman við teimum ymsu pørtunum í ferðavinnuni. Freistin at søkja størvini er 4. apríl. Blái Krossur byggir viðgerðarheim á Nesi í Eysturoynni. Heimið kostar góðar 12 milliónir krónur. Enn vanta fimm milliónir krónur fyri at sleppast skal undan at taka lán, sigur Blái Krossur í tíðindaskrivi. Og Blái Krossur vil helst sleppa undan at taka lán. Eydnast ikki at fáa nóg mikið av pengum, so kann gerast neyðugt at selja burtur av ognunum, sum Blái Krossur hevur í Havn. Nýggja viðgerðarheimið er 800 fermetrar í einari hædd. Har vera 14 búrúm umframt viðgerðarrúm, skrivstovur, felagshøli og venjingarrúm. Talið hevur staðið í stað seinasta hálva árið, upplýsir Hagstovan. Í 2010 fingu meira enn 24.000 fólk í Føroyum løn. Í 2011 vóru tey 500 færri, men á sumri í fjør var talið komið upp í 23.700 fólk. Varisliga framgongdin, sum byrjaði á sumri í 2011, vardi í eitt ár. Síðani á sumri í fjør hevur talið staðið í stað. Aleqa Hammond, forkvinna í Siumut, gerst eftir øllum at døma fyrsta kvinnan, sum skal leiða eina grønlendska stjórn. Hon gjørdist størsti atkvøðuslúkurin á valinum í Grønlandi. Allir flokkarnir, sum hava havt sætið í Landstinginum, mistu atkvøður, uttan Siumut. Valdagskanningin, sum kom beint aftan á, at valdyrnar lótu aftur, vístu, at Siumut hevði eitt gott val, men at IA og Kuupik Kleist framvegis vóru størsti flokkur. Men so hvørt, sum atkvøðurnar blivu taldar upp, vísti tað seg, at Aleqa Hammond og Siumut fingu munandi fleiri atkvøður enn tað, roknað varð við. Sitandi samgongan millum IA Inuit Ataqatigiit , Kandidatforbundet og Demokratarnar tapti so dyggiliga. Kandidatforbundet og tingmaður teirra, Anthon Frederiksen, náddu ikki innum tinggátt aftur. Umframt Siumut, so hevði nýggi flokkurin í grønlendskum politikki, Partii Inuit, eitt stak gott val, og er komið í Landstingið. Sambært einum fyribilsyvirliti, sum grønlendska kringvarpið gjørdi, tá valúrslitið var klárt, fær Siumut 14 tinglimir, IA 11, meðan Demokratarnir, Partii Inuit og Atassut fáa tveir tinglimir hvør. Aleqa Hammond sleppur at royna at skipa stjórn, og hon má hava minst tveir tinglimir afturat fyri at hava meirluta í Landstinginum, ið telur 31 tinglimir. Úrslitið av valinum í Grønlandi Siumut 42,8 prosent 12.910 atkvøður Inuit Ataqatigiit 34,4 procent 10.374 atkvøður Atassut 8,1 prosent 2.454 atkvøður Partii Inuit 6,4 prosent 1.930 atkvøður Demokratarnir 6,2 prosent 1.870 atkvøður Kattusseqatigiit Partiiat 1,1 prosent 326 atkvøður Onnur 0,0 procent 9 atkvøður Valhølini lótu aftur í Grønlandi klokkan átta klokkan 23 føroyska tíð. Valdagsmálingin hjá grønlendska kringvarpinum, KNR, vísir at Siumut ger eitt rimmar val. Tað er tó framvegis IA sum er størsti flokkur. Úrslitið av valdagsmálingin er IA Inuit Ataqatigiit 44,6 prosent 0,3 afturgongd frá valinum í 2009 Siumut 34,5 7,6 framgongd síðani 2009 Demokratarnir 9,2 3,7 prosent PI Partii Inuit 5,4 5,4 prosent Atassut 4,8 6,2 prosent Kandidatforbundet 0,8 3.1 prosent Sum sæst so missa samgonguflokkarnir Demokratarnir og Kandidatforbundet nógvar veljarar, meðan IA hevur eina lítla afturgongd. Andstøðan ger eitt gott val, og serliga er tað Siumut sum fær 7,6 prosent fleiri veljarar hesaferð, meðan nýggi flokkurin PI fær 5,4 prosent. Størsti taparin í hesum valinum sær út til at gerast gamli borgarligi risini í grønlendskum politikki, Atassut, sum missir 6,2 prosent av veljarunum, og fær bert 4,8 prosent. PI ella Partii Inuit er nýggjur flokkur av fyrrverandi IA limum sum ynskja at tað grønlendska fær betri sømdir í Grønlandi. Flokkurin dregur serliga yngri veljarar. Tá freistin at søkja starvið var úti í gjár, var bara ein umsókn komin, skrivar Portalurin. Eftir starvslýsingini skuldu umsøkjarar hava læknaútbúgving og vera serlæknar. Haraftrat skuldu teir hava holla vitan um uppgávur og menning innan sjúkrahús og heilsuøkið. Varastjórin hevur ábyrgdina av tí læknafakliga rakstrinum, gransking og menning. Starvið er ársmálssett í fimm ár, men kann verða longt trý ár. Tað skal setast frá 1. juni ella eftir avtalu. Seinastu átta árini hevur Tummas í Garði verið varastjóri á Landssjúkrahúsinum. Stjórnarskipanin hjá Tjóðveldi og Framsókn fór í Rættarnevndina. Og har er Framsókn ikki við. Uppskot var annars um at gera eina serliga grein 25 nevnd at viðgera málið. Men tað uppskotið fall. 15 atkvøddu fyri og 16 ímóti. Allar flokkar eru ikki umboðaðir í Rættarnevndini. Har er eingin fyri Miðflokkin, eingin fyri Framsókn, eingin fyri Sjálvstýrisflokkin og Janus Rein, uttanflokkatingmaður, er heldur ikki í Rættarnevndini. Hann er tó tiltakslimur. Men tey kunnu sleppa á fund sum eygleiðarar, tá Rættarnevndin viðger stjórnarskipanina. Vatikanið hevur sjálvt einki boð uppá, hvør nýggi pávin skal vera. Men veddingarsíðurnar gera nógv burtur úr, og fólk kunnu vinna fitt av peningi, um teirra pávi verður valdur. Longu nú tykist greitt, at erkabiskupurin í Milano, Angelo Scoula liggur á odda. Hann varð tilnevndur til erkabiskup av fráfarandi pávanum, og hevur fleiri týðandi størv í Vatikaninum. Tveir verða nevndir at hava næstbesta møguleikan. Teir eru ghanesiski kardinalurin, Peter Turkson, og erkabiskupurin í Sao Paolo, Odillo Sherer. Peter Turkson er bert 65 ára gamal, meðan Angelo Scoula er 71 ára gamal. Verður annar av teimum báðum, Turkson ella Scherer, valdur, so er tað fyrstu ferð, at pávin ikki er úr Evropa. Pávin, sum tekur við eftir Bænadikt sekstanda, er nummar 266 í røðini av pávum. Lutakast um hvussu spælast skal í innleiðandi og fyrsta umfari í kappingini um Løgmanssteypið var í 3 2 í kvøld. Innleiðandi umfarið 30 mars Giza Hoyvík MB Undrið Royn Fyrsta umfarið 14.apríl FC Suðuroy Undrið ella Royn Giza Hoyvík ella MB EB Streymur B36 Víkingur AB ÍF NSÍ TB Skála 07 Vestur B68 KÍ B71 HB Sigurð Poulsen váttar fyri Dimmalætting, at hann hevur fingið boðið starvið sum stjóri á Hagstovuni, men at hann ikki hevur tikið av nøkrum enn. Landsbankin verður formliga avtikin 1. apríl, og tá skulu tey 12 starvsfólkini í nýtt starv. Fimm teirra hava fingið boðið starv á Gjaldsstovni, og ætlanin er eftir øllum at døma, at Landsbankastjórin skal vera stjóri í Hagstovuna. ætlanin er, sambært Dimmalætting, at sitandi stjórin á Hagstovuni, Hermann Oskarson, flytur ella verður fluttur av Hagstovuni og til Fróðskaparsetrið. Fróðskaparsetrið hevur tørv á búskaparfrøðiligum fakkunnleika ísambandi við, at setast skal á stovn ein nýggj búskaparfrøðilig útbúgving og fyri at menna eitt nýtt SEKRETARIAT til Búskaparráðið, sum verður partur av Setrinum. Hermann Oskarson, stjóri á Hagstovuni, vil ikki gera viðmerkingar til málið. Men hann váttar fyri Dimmalætting, at broytingar eru í luftini, men at hann í øllum førum ikki hevur sagt seg úr starvi. Su Kyi fekk allar tær 120 atkvøðurnar á landsfundinum hjá tjóðarsamgonguni. Hóast Aung San Su Kyi varð vald við øllum atkvøðunum, avdúkaði landsfundurin, at semja er ikki í flokkinum um øll mál, skrivar Ritzau tíðindastovan. Eitt nú draga teir yngru og teir eldu flokslimirnir ikki somu línu í politiska arbeiðinum, og vantandi kunnleiki til politiska arbeiðið ger støðuna trupla hjá Aung San Suu Kyi. Stríðið innanfloks harðnar í hvørjum, og eygleiðarar meta, at tað kann fara at hava týdning fyri, hvussu Suu Kyi kemur at standa seg í framtíðini, tí stór politisk og búskaparlig mál eru fyri framman at loysa. Grundlógin skal broytast Forsetin í Myanmar, Thein Sein, hevur sagt, at hann er til reiðar at broyta sjálva grundlógina, so fólkið í landinum fær høvið at velja Aung San Suu Kyi til forseta á valinum um tvey ár. Tann nú 67 ára gamla Aung San Suu Kyi, sum í mong ár sat fangi í Myanmar, hevur áður fingið Nobel friðarheiðurslønina fyri sítt arbeiði til frama fyri demokrati í landinum. Risa stóra hallið hevur alt fyri eitt fingið leiðsluna í felagnum at biðja starvsfólkini um at fara niður í løn. Harfaturat skulu tey ferðandi við Virgin Atlantic væntað, at fleiri avgjøld verða løgd á ferðaseðlarnar í næstum. Sambært The Sunday Time ætlar flogfelagið eisini at minka um útreiðslurnar við at fáa nýggj flogfør í flotan, sum brúka minni olju. Stjórin í Virgin Atlantic, Craig Kreeger, sigur við blaðið, at tey seinastu tvey árini eru farin illa við felagnum. Stór hall í tvey ár á rað er meira enn felagið kann bera. Tað hevur avmarkað okkara møguleikar á beinharða marknaðinum, sigur Craig Kreeger við The Sunday Times. Arbeiðið at byggja nýggja viðgerarheimið hjá Blá Krossi á Nesi er byrjað, skrivar heimasíðan hjá Nes kommunu. Talan er um ein 800 metrar fermetrar bygning í einari hædd. Tað er KBH byggivirkið á Toftum, sum er høvuðsarbeiðstakari, og Teknistovan í Gøtu, sum hevur teknað og fer at hava eftirlitið í byggitíðini. Blái Krossur roknar við, at bygningurin verður tikin í nýtslu á vári í 2014 Tá verður alt virksemið á Bláakrossheiminum í Havn flutt inn á Nes. Lógmála og innanríkisráðharrarnir í teimum 26 londunum, sum eru við í Schengensamstarvinum, og sum hava strikað passeftirlitið við markið, vilja ikki loyva teimum báðum londunum uppí. Málið verður ikki umrøtt aftur fyrr enn á fundi í desember. Hvørki ES formaðurin, írski løgmálaráðharrin, Alan Shatter, ella ES ráðharrin fyri innanríkismálum, Cecilia Malmstrøm vilja siga nakað um, hvussu nógv lond eru ímóti. Keldur í Bruxelles vilja vera við, at tað serliga eru Týskland og Holland, sum eru ímóti. Týska støðan er, at bæði londini mugu gera meir fyri at steðga korrupsjónini í londunum, tí tað er ov lætt hjá fólki úr øðrum londum at gjalda fyri eitt uppihaldsloyvi í hinum Schengen londunum. Týski innanríkisráðharrin, Hans Peter Friedrich, sigur beinleiðis, at bæði Bulgaria og Rumenia gera sær dælt av vælferðartænastunum í Týsklandi. Tað vísir einn uppgerð, sum danska hagstovan hevur gjørt. Eftir uppgerðini, liva giftir menn góð sjey ár longur enn ógiftir menn. Teir liva eisini meir enn seks ár longur enn sundurlisnir menn, og góð fimm ár longur enn einkjumenn. Hjá kvinnum er støðan tann sama. Giftar kvinnur liva næstan fimm ár longur enn ógiftar kvinnur, góð fýra ár longur enn sundurlisnar kvinnur, og góð trý ár longur enn einkjur. Munurin er galdandi fyri fólk í øllum aldri, men munurin minkar við aldrinum. Kanningin vísir eitt nú at stakir menn millum 40 og 49 ár, hava 255 prosent størri kjans fyri at doyggja, enn giftu menninir í sama aldri. Tá talan er um menn millum 80 og 89 ár, er munurin 30 prosent. Kanningin fevnir um deyðsføll í Danmark frá 2009 til 2012, men byggir ikki á aðrar orsøkir, sum til dømis sjúku. Grannauppgerðin í Gundadali millum HB og B36 endaði 1 1. Súni Olsen legði B36 á odda eftir 25minuttir við beinleiðis frísparki. HB fekk útjavnandi málið eftir sjálvmál frá Símuni Joensen. Í seinna hálvleiki hevði B36 flestu málmøguleikarnar, og stutt fyri leiklok fekk Jákup á Borg góðan møguleika úr 5 metrum, men bólturin fór framvið. Í Sarpugerði vann Víkingur 2 1 ímóti grannunum úr NSÍ. Tað var annars NSÍ, ið legði seg á odda við beinleiðis hornasparki frá Árna Frederiksberg. Víkingur javnaði til 1 1 við máli frá Finnuri Justinussen. Finnur var eisini maðurin, ið avgjørdi dystin, tá hann 10 minuttir fyri leiklok fekk sett bóltin í málið fyri aðru ferð til 2 1. Føroyameistararnir úr Eb Streymi vunnu 4 0 á uppflytaranum 07 Vestur. Hans Pauli Samuelsen legði Eb Streym á odda 1 0. Toppskjúttin hjá sundalagsmonnum seinasta kappingarár, Arnbjørn Hansen,skoraði til 2 0. Gunnar Zachariasen økti til 3 0,og Arnbjørn Hansen staðfesti støðuna tá hann skoraði til endaliga úrslitið 4 0 Í Fuglafirði vann ÍF 2 1 ímóti hinum uppflytaranum, AB. ÍF kom á odda við málið frá Ára Ellingsgaard. Bjartur Kjærbo javnaði fyri AB. Og innskifti Bartal Eliasen avgjørdi dystin fyri ÍF við málið til 2 1. Við Djúpumýru vann KÍ 3 0 ímóti TB. Liðskiparin hjá KÍ, Hjalgrím Elttør, skoraði til 1 0. Páll Klettskarð økti til 2 0, og Álvur Christiansen avgjørdi dystin við málið til 3 0. Í framtíðini kunnu skip stytta ferðina til Asia við 18 samdøgrum, tí ísurin á Norðpólinum bráðnar so skjótt. Í 2050 kunnu skipini sigla beinleiðis um Norðpólin, vísa metingar. Av tí sama fara farmaskip at kunna spara næstan helmingin av oljuútreiðslunum. Longu nú ber til at sigla um Norðpólin, og í fjør sigldu 46 skip ta leiðina, hjálpt av russiskum ísbrótarum. Men í 2050 verður ísurin so tunnur, at sjálvt vanlig skip kunnu sigla har, uttan hjálp, vísa kanningarnar, sum amerikansku granskararnir, Laurence C. Smith og Scott R. Stephenson hava gjørt. Higartil í ár eru 1967 fleiri ferðafólk farin um flogvøllin, samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Tað er ein framgongd á 8,2 prosent. Størsta framgongdin er á Noregsleiðini framgongdin er 50 prosent. Vøksturin á farleiðini til Íslands er 21 prosent, og á Danmarkar leiðunum, sum fevna um Keypmannahavn og Billund, er vøksturin seks prosent. Higartil í ár eru 25.922 ferðafólk farin um Vága Floghavn. Út og umbyggingin av Vága Floghavn byrjaði í januar. Tíðarætlanin sær út til at halda. Tað merkir, at tænastubygningurin, ið skal nýtast til umsiting, avgreiðslu, goymslu og garagur, verður liðugur í januar næsta ár. Nýggja farstøðin á Flogvøllinum væntast at vera liðug í seinasta lagi tann 1. mai næsta ár. Skaðin hendi, tá ein bilur skuldi rulla trappuna til flogfarið. Trappan rendi í síðuna á flogfarinum, og har kom ein bugla, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi. Hann sigur, at enn er ikki greitt, hvussu stórur skaðin er. Ein teknikari hjá Atlantsflogi er á veg til Reykjavíkar at kanna flogfarið, og ferðafólkini fáa nærri boð klokkan 17. Flogfarið, sum hevur fingið skaða, er av slagnum British Aerospace. Tað skuldi koma í Vágar klokkan 13.15 seinnapartin, men er útsett nakrar tímar. Tey hava fingið 2200 tons av toski at býta millum sín. 29 skip hava fingið 75 tons í part, kunnger norski fiskimálaráðharrin, Lisbeth Berg Hansen. Eingin fiskiveiðisáttmáli er longur millum Føroyar og Norra. Seinast, sáttmáli var, tað var í 2010, fingu føroyingar 2244 tons av toski í norskum sjógvi. Hesi tonsini eru nú býtt millum norsku línuskipini, sum plagdu at fiska í føroyskum sjógvi, tá sáttmáli var millum londini. Ósemjan um makrelin ger, at eingin fiskiveiðisáttmáli er millum Føroyar og Norra og Føroyar og ES. Matstovan Noma, ið við millum annað føroyskum rávørum, hevur eydnast at fáa orð á seg fyri at vera ein av heimsins allarbestu matstovum, fær ikki nógvar stjørnir hjá donsku matvørumyndugleikunum, aftaná eina eftirlitisvitjan tann 20. februar. Eftirlitið vísti at matstovan hevur nógvar trupulleikar at stríðast við, skrivar Politiken. Tað var aftaná at fleir gestir høvdu klaga til Fødevarestyresen, at eftirlitið bleiv sett í gongd. Tað er staðfest spýggja og leyst lív aftaná vitjaninar hjá 12 ymiskum bólkum. 63 av teimum 78 gestunum í bólkunum sum vitjaðu millum 12. og 16. februar fingu hesar trupulleikarnar, skrivar Fødevarestyrelsen í eftirlitisfrágreiðingini. Skal verandi vegur gerast heist tryggur í staðin fyri, fer tað at kosta 265 milliónir krónur, hevur Fíggjarnevndin fingið at vita frá Innlendismálaráðnum og Landsverki. Tryggasta verja móti omanlopum er at leggja tak oman á vegin, men slíkt tak kostar, sambært norskum royndum, 240.000 krónur meturin. Og 940 metrar skulu undir tak fyri at gera vegin tryggan. Tað kostar 225 milliónir krónur, og so skulu 40 milliónir krónur brúkast til hin partin av vegnum. Hin loysnin, at grava veitir og byggja verjugarðar, sum lofta omanlopum, kostar 76 milliónir krónur. Trygdin í hesari loysnini er 70 til 80 prosent. Tann dýrari loysnin veitir næstan 100 prosent vissu fyri, at omanlop ikki koma á vegin. Landsverk varð eisini spurt, um til ber at fáa tunnilin 25 milliónir krónur bíligari enn tær 185 milliónirnar, hann nú er mettur at kosta. Ráðgevin hjá Landsverki, Landsbyggifelagið, heldur, at tað ber til, men trygdin verður tá ikki tann sama. Í kvøld verður borðreitt við stórum broytingum á Facebook síðunum. Ígjár var tíðindafundur í San Francisco har upprunamaðurin til Facebook, Mark Zuckerberg, greiddi frá broytingunum, og hann legði dent á at brúkarin hevur broytt vanar seinastu árini. Allar broytingarnar koma ikki í senn hjá øllum, men frá í kvøld koma nýggju broytingarnar. Sokallaði tíðindastreymurin hevur við smærri undantøkum verið óbroyttur síðani 2007. Síðani tá hava nógv fingið snildfartelefonir, og hava møguleika at brúka internetið á einheilt annan hátt. Nýggi tíðindastreymurin hjá okkum skal avspegla hesar broytingar. Vit ynskja tað seinasta nýggja frá vinum, samstundis sum vit ynskja nýtt frá fyritøkum og altjóða leiðarum. Og vit senda nógv fleiri myndir út á facebook enn vit gjørdu, segði Zuckerberg. Á hesi síðuni er møguligt at síggja hvørjar broytingar sum nú koma á Facebook Hesin tíðindastubbin verður dagførdur. Tey trý fakfeløgini eru Føroya Arbeiðarafelag, Abeiðsmannafelelagið Fylking og Fiskepigernes Fagforening. Fyri trivnaðin í Suðuroynni er tað umráðandi, at karmar verða skaptir fyri øktum vinnuligum virksemi, sum kann skapa arbeiðið til so nógvar vinnuførar hendur, sum til ber, siga fakfeløgini. Tey viðurkenna tó, at atlit eiga at verða tikin til fornminnini, men halda samstundis, at tað eigur at bera til at samskipa verndina av hesum fornminnum og ætlaðu útbyggingarnar. Føroya Arbeiðarafelag, Arbeðsmannafelagið Fylking og Fiskepigernes Fagforening heita á myndugleikarnar um at virka fyri, at ein loysn verður funnin á støðuni. Tey siga, at tað verður ein vanlukka fyri oynna og fólki, um grundarlagið verður tikið undan tí virksemi, sum í fjør byrjaði á Tvøroyri. Fyrst í næstu viku fer landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum at kunngera, hvussu nógvan makrel og hvussu nógva sild, føroyingar sleppa at fiska í ár. Jacob Vestergard hevur fingið svar frá Uttanlandsnevndini hjá løgtinginum, sum hann ráðførdi seg við, men samskiftið millum nevndina og landsstýrismannin um kvotur er í trúnaði. Jacob Vestergaard sigur, at kvoturnar verða kunngjørdar fyrst í næstu viku, men ikki, hvussu kvoturnar verða býttar millum skipini. Tað er ikki búgvið at kunngera enn, sigur landsstýrismaðurin. Løgtingið hevur í dag endaliga samtykt, at nýggj nólsoyarferja skal byggjast. Øll 28 tingfólkini, sum vóru í tingsalinum, atkvøddu fyri uppskotinum við triðju viðgerð, og sostatt kannlandsstýrismaðurin í vinnumálum at gera avtalu um at byggja nýggja ferju. Ferjan skal í mesta lagi kosta 50 milliónir krónur. Hon tekur 170 fólk um summarið og 90 um veturin. Pláss verður fyri 10 12 persónbilum og tveimum stórum lastbilum. Johan Dahl, landsstýrismaður, væntar, at arbeiðið at smíða ferjuna kann byrja næsta ár, og skipið skal verða liðugt í 2015. Arbeiðið skal bjóðast út bæði uttanlands og í Føroyum. Tey trý eru farin undir at fyrireika eina serlóg, so samkynd kunnu giftast borgarligt. Uppskotið snýr seg ikki um at geva samkyndum rætt at vígast í kirkjum og samkomum. Hetta eiga kirkjur og samkomur sjálvar at taka støðu til, siga Poul Michelsen, Rigmor Dam og Bjørt Samuelsen í tíðindaskrivi. Av tí at familjulóggávan er donsk, má ein serlóg gerast fyri Føroyar. Tingfólkini eru farin undir at fyrireika serlógina, og hon verður løgd fyri løgtingið í heyst. Tað sigur grønlendska kringvarpið, KNR, nú BankNordik í gjár kunngjørdi roknskapin fyri 2012. Úrslitið hjá bankanum í Grønlandi var 14 milliónir krónur í vinningi fyri skatt. Útlánini vuksu góðar 170 milliónir krónur í 2012. BankNordik hevur fingið nógv nýggj viðskiftafólk í Grønlandi, hóast allar deildir bankans, uttan tann í Nuuk, lótu aftur í fjør, sigur Bjartur Nolsøe, stjóri í BankNordik í Grønlandi, við KNR. Og vøksturin hjá BankNordik í Grønlandi heldur fram í ár, sigur KNR. Tað eru ikki einans Stundentaskúlin og Handilsskúlin, sum fara undir nýggjar útbúgvingar eftir summarfrítíðina. Fiskivinnuskúlin í Vestmanna fer at bjóða tilfeingisbreyt, sum serliga er ætlað teimum, ið hava áhuga fyri nattúru, umhvørvi og hvussu náttúruríkidømi kann gagnnýtast burðardygt. Nýggja gymnasiala breytin tekur trý ár. Seinastu árini eru fleiri av teimum, sum hava tikið prógv á Fiskivinnuskúlanum, farin undir hægri lestur uttanlands, eitt nú í Noregi, Danmark, Póllandi, Avstralia og Onglandi, og nýggja tilfeingisbreytin gevur eisini næmingunum møguleikar at fáa hægri útbúgving, sigur Fiskivinnuskúlin. Føroyskir fiskaútflytarar fáa nú ein møguleika afturat at sleppa av við sínar vørur, farmaskip kemur á Vág hvørja viku, og Smyril Line fær nú størri kapping um viðskiftafólkini í Íslandi, serliga á Norðurlandinum og Eysturlandinum. Skipafelagið Eimskip kunngjørdi í gjár eina nýggja ferðaætlan, sum eisini umfatar Føroyar. Eimskip fer undir eina nýggja leið, sum knýtir saman Ísland, Føroyar, Bretland og evropeiska meginlandið. Nýggjur møguleiki Um eina viku fer Brúarfoss úr Reykjavík norður um Ísland. Lagt verður at í Ísafirði, á Akureyri og í Reyðarfirði, sum er stutt sunnan fyri Seyðisfjørð, hagar Norrøna siglir. Skipið fer síðani til Havnar og til Vágs, á leiðini til Bretlands. Varðin Pelagic er orsøkin til, at íslendska skipafelagið hevur gjørt av at sigla til Vágs, tí nógvur uppsjóvarfiskur er at flyta úr Suðuroynni. Eimskip sigur, at hetta er eisini ein nýggjur møguleiki hjá føroyingum at flyta feskan fisk í bingjum til Bretlands. Betri tænasta Skipið er í Føroyum mánadagar, so føroyski fiskurin er á bretska marknaðinum mikudagar, sigur Eimskip í fráboðan til keypsskálarnar í gjár. Oljuvinnan í Føroyum taldi eisini við, tá Eimskip gjørdi nýggja ferðaætlan. Nýggja ferðaætlanin skal eisini vera ein betri tænasta hjá øllum, sum leita eftir olju í Norðuratlantshavi, so sum føroyingar og íslendingar sjálvir. HH útbúgvingin á Føroya Handilsskúla í Havn fer nú í søguna. Eftir summarfrítíðina kemur ein nýggj útbúgving í staðin fyri Hægri handilsskúlaprógv á Føroya Handilsskúla. Búskaparbreytin, sum verður ein trý ára útbugving, avloysir HH útbúgvingina, ið verður boðin út fyri seinastu ferð í vár. Í framtíðini kunnu næmingar við FHS prógvi søkja um upptøku á øðrum ári á Búskaparbreytini, sambært galdandi upptøkutreytum. Handilsskúlin sigur, at líka góðir møguleikar eru at fara undir hægri lestur sum búskaparstudentur, tí henda útbúgvingin er á jøvnum føti við aðrar studentsútbúgvingar. Búskaparbreytin hevur eisini fleiri lestrarleiðir. Fyri tveimum árum síðani, tað var 1.mars í 2011, varð Arbeiðseftirlitið lagt undir Heilsufrøðiligu starvstovuna, sum nú søkir eftir deildarleiðara til Arbeiðseftirlitið. Arbeiðsumhvørvislógin er størsta arbeiðsøkið hjá Arbeiðseftirlitinum. Nógvar broytingar eru á veg í lógini, sum í løtuni eru til viðgerðar í løgtinginum. Fyrsta viðgerð er í dag. Sigast kann, at við nógvu broytingunum í lógini um arbeiðsumhvørvi, verður samanleggingin 1.mars í 2011 staðfest við lóg. Í lógini fer at standa, hvat Arbeiðseftirlitið skal leggja dent á. Lógin fer at loyva, at eftirlitsarbeiði, sum Arbeiðseftirlitið hevur gjørt, kann latast privatum ella øðrum almennum stovnum at røkja. Arbeiðsorkan hjá eftirlitsfólkunum á Arbeiðseftirlitinum skal brúkast til aðrar størri og krevjandi uppgávur, eitt nú eftirlit við virkjum, har arbeiðsumhvørvið er vánaligt. Arbeiðseftirlitið umsitur eisini lógirnar um kavaravinnu og spreingievni og lógina, sum skal fáa fólk at roykja minni, ella leggja av at roykja. Fimm fólk arbeiða á Arbeiðseftirlitinum, og tey fáa nú ein deildarleiðara afturat sær. Helle Thorning Schmidt, forsætisráðharri og forkvinna í danska javnaðarflokkinum, er óynskt at hjálpa til í valstríðnum upp undir kommunuvalið í heyst. Fleiri sosialdemokratiskir borgarstjórar stúra fyri, at hon fer at gera ilt verri, tí Javnaðarflokkurin stendur seg so illa í veljarakanningunum. Úrslitið hjá Javnaðarflokkinum á kommmunuvalinum kann tí gerast eitt skrædl. Í løtuni er ikki tørvur á høghælaðum skóm, men tuflum, sigur borgarstjórin í Hjørring, Arne Boelt, við Politiken. Í Javnaðarflokkinum halda mong, at Helle Thorning Schmidt rekur borgarligan politikk, serliga nú stjórnin ætlar at lækka partafelagsskattin. Á seinasta kommunuvali tosaði Thorning um at brúka pening til vælferð og ikki skattalætta. Tá var hon væl komin at hjálpa okkum í valstríðnum, sigur Katrine Lester, sum er varaborgarstjóri í Frederiksborg kommunu. Fíggjarkreppan sum hevur rakt lond sum Grikkaland, Italia, Portugal og Spania hesu seinastu árini, hevur fingið avleiðingar fyri hvat fólkið velur at eta. Tað vísir seg at fólk eru farin at leita sær eftir teimum matvørunum sum eru sunnast og sum tey fáa mest burturúr. Hóast nógv høvdu rokna við at dýrari matur úr havinum var nakað sum bleiv valt frá, so vísir tað seg at støðan ikki gjørdist so. Frá 2009 til 2012 ótu fólk í hesum londunum 15 prosent meir av sjógæti. Vøksturin er størstur í Portugal. Hetta kom fram á fiskivinnuráðstevnuni North Atlantic Seafood Forum NASF sum er í Bergen hesa vikuna. Hesi fýra londini eru kend fyri at keypa nógvan saltfisk og klippfisk úr Íslandi, Føroyum og Noregi. Seinnu árini er tað tó laksurin sum økir mest. Í Spania er tað millum annað bara laksurin sum stendur fyri einum vøkstri samanborið við til dømis tosk. Tey sum fylgja sjógætismarknaðinum í Spania, millum annað norski sjógætissendimaðurin í Madrid, Espen Hanson, siga at laksurin vinnur á øðrum fiskasløgum tí hann kann brúkast til sera nógv ymiskt. Harafturat loysir tað seg betri við laksi, tí so stórur partur av honum kann etast. Lars Liabø, ið er stovnari av greiningarfyritøkuni Kontali, upplýsti at evropeear ótu 75 prosent meir av laksi í 2012 enn í 2009. Seinastu tvey árini er sølan av laksi í øllum heiminum økt við 37 prosentum. Hagtølini hjá Kontali vísa at frá 2011 til 2012 økti laksasølan hetta Portugal 28 prosent til 13200 tons Grikkaland 21 prosent til 6900 tons Italia 15 prosent til 49500 tons Spania 11 prosent til 60400 tons Samlaði vøksturin í hesum fýra londunum, sum eisini kallast PIGS londini, var vøksturin 15 prosent til 130.000 tons í 2012. Klokkan 19 í kvøld verður eyka tíðindasending í sjónvarpinum um orrustuna á Tvøroyri, nú myndugleikarnir hava steðgað ætlanunum hjá Tvøroyrar Býráð at útfylla bátahylin, so Varðin Pelagic kann útbyggja frystigoymsluna. Sigrun Brend hevur skattað dýpið í býnum, har bylgjurnar ganga høgt. Hon hevur gjørt reportasjur og ger støðulýsing. Samrøður vera við Boga Jacobsen, stjóra á Varðanum Pelagic, og Kára Thomsen grannanum, sum kærdi ætlaðu útbyggingina og nú hevur fingið viðhald. ætlanin er at fáa Kristin Michelsen, borgarstjóra, sum er flogin heim í úrtíð úr Íslandi, í sjónvarpsstovuna. Tann 1.januar í 2050 kunnu vera 37.991 fólk í Føroyum. Tað vísa framrokningar í fólkatalinum, sum Hagstovan gjørdi fyri Fíggjarmálaráðið. Tá verður roknað við, at føðitíttleikin minkar úr 2,3 barni niður í tvey børn fyri kvinnuna. Og at miðalfráflytingin verður tann sama sum árini 2004 2011, 250 fólk um árið. Men tað kunnu eisini vera 53.442 fólk í Føroyum nýggjársdag í 2050. Tá er roknað við sama føðitíttleika sum nú og somu tilflyting sum í 2008, 30 fólk. Mangla framvegis konufólk Hagstovan hevur gjørt framrokningar fyri árini 2020, 2030, 2040 og 2050. Roknað er við trimum ymsum føðitíttleikum, 2,3, 2,15 og 2, og trimum ymsum fráflytingum, 100 og 250 um árið, ella tilflyting, 30 fólk. Í øllum framrokningum eru fleiri menn enn kvinnur í Føroyum, upp í næstan 5.000 fleiri menn. Tølini eru eisini áhugaverd, tí nógv fleiri fólk eru 67 ár ella eldri enn tey, sum eru børn og tannáringar, tað er millum null og 19 ár. Landasorg er lýst í Venezuela, eftir at landsins forseti seinastu 14 árini, 58 ára gamli, Hugo Chávez, andaðist í gjárkvøldið. Hann hevði leingi verið sjúkur av krabbameini. Chávez var ímyndin av vinstrahallum politikki í Venezuela, og hann tjóðartók nógv virkir, serliga í oljuvinnuni, og setti sær fyri at gera viðurskiftini hjá teimum fátæku betri. Og tað var eisini millum hesi at hann hevði sín holla stuðul, og tey tryggjaðu honum forsetasessin fleiri ferðir. Tí var hann nógv avhildin ímillum tey sum vóru verri fyri, men hataður av teimum ríku í Venezuela. Vildi geva øllum ein møguleika Uttan mun til, hvat fólk halda um Chávez, so legði hann lunnar undir menning í latínamerika seinastu tíggju árini, siga eygleiðarar. Forsetin var nógv avhildin í heimlandinum og í Latínamerika sum heild, tí hann altíð var hvassorðaður ímóti USA. Í gjár tók varaforsetin í Venezuela, Nicolas Maduro, avgerð um at senda tveir amerikanskar diplomatar av landinum, og tí er líkt til, at hann heldur fram í fótasporunum hjá Chávez, siga eygleiðarar. Bussførari skal stýra Venezuela Nicolas Maduro er kendur frá fakfelagsrørsluni. Hann hevur verið uttanríkisríkisráðharri í stjórnini hjá Hugo Chávez, og síðani forsetin gjørdist illa sjúkur í fjør, hevur hann staðið á odda fyri stjórnini. Sum ungur var hann bussførari í høvuðstaðnum, Caracas, og nú bíða øll í spenningi eftir, hvørja leið hann fer at stýra Venezuela. Fyri at geva pláss fyri útbyggingini skuldi ein partur av havnarhylinum fyllast út og 100 metra atløgubryggja gerast sunnan fyri Varðan Pelagic. Tann ætlanin varð kærd til Kærunevndina í lendismálum, tí byggjast skal beint við eitt stórt og friðað øki á Tvøroyri. Talan er millum annað um gomlu handilshúsini hjá Thomsen, eitt stórt fiskapláss og onnur hús, sum eru friðað. 19.desember í fjør fekk kæran steðgandi virknað. Tað merkti, at kommunan kundi ikki halda fram við arbeiðinum, fyrr enn Kærunevndin hevði tikið endaliga avgerð. Og hon er nú tikin. Og Kærunevndin hevur ógildað byggiloyvið. Kann fara í rættin tlaða byggingin er ikki í samsvari við almennu byggisamtyktina fyri Tvøroyrar kommunu, hon loyvir ikki slíkum frávikum, og hon er heldur ikki í samsvari við býarskipanarlógina. Tvøroyrar kommuna kann ikki kæra avgerðina hjá Kærunevndini, men kann leggja hana fyri Føroya rætt. Varðin Pelagic fekk loyvi frá býráðnum á Tvøroyri at byggja út, tí frystigoymslan hjá uppsjóvarvirkinum er alt ov lítil. Vil víðka friðingina Fornminnisnevndin hevur eisini lagt seg út í málið og biðið Bjørn Kalsø, landsstýrismann, víðka friðingina á havnarlagnum á Tvøroyri. Tvøroyrar Býráð hevur annars samtykt nakrar broytingar í byggisamtyktini fyri Tvøroyrar kommunu, millum annað fyri havnarlagið á Tvøroyri, har sum býráðið hevur samtykt at víðka økið, sum kann brúkast sum havnarøki. Men tær broytingarnar eru ikki góðkendar enn. Tær hava ligið alment frammi síðani 25.februar og framløgan endar 19.mars. Kærufreistin er til 9. apríl. Eftir tann dagin verða broytingarnar saman við møguligum kærum sendar landsstýrinum til góðkenningar. Tað staðfestir svarið, sum Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, gav Kristinu Háfoss, løgtingskvinnu, sum spurdi um pensjónspolitikkin hjá samgonguni. Hon spurdi, um landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fer at gera tað, sum krevst, fyri at fáa breiða semju politiskt og við partarnar á arbeiðsmarknaðinum um eina føroyska pensjónsnýskipan. Jørgen Niclasen svarar, at landsstýrið fer sjálvandi at royna at fáa breiðast møguliga semju.Og tað hevur landsstýrið eisini roynt higartil við at hava ein politiskan fylgibólk við fólki úr øllum flokkum. Og so verður eisini í framtíðini. Men, leggur Jørgen Niclasen so afturat í svari sínum, talan verður ikki um, at vit fara at søkja breiða semju fyri ein hvønn prís. Maduro boðaði frá andlátinum í eini sjónvarpsrøðu beint áðrenn klokkan 22 føroyska tíð í kvøld. Vit hava fingið tey verst hugsandi boðini. Chavez tapti móti krabbameininum sum rakti hann fyri tveimum árum síðani, segði Maduro. Chávez er vorðin munandi sjúkari seinastu dagarnar, og hann hevur havt stórar trupulleikar við at anda. Samstundis hava læknarnir roynt at basa krabbameininum við fleiri viðgerðum. USA fær skuldina Chávez hevur ikki verið at sæð alment síðani hann fyri tveimum vikum síðani kom aftur til Venezuela, aftaná at hava verið til viðgerðar á Kuba. Tað er ongantíð komið fram, hvat slag av krabba forsetin hevur havt. Hann hevur verið kendur fyri sítt fíggindasinnaða lyndi mótvegis USA, og Chávez segði tíðliga aftan á, hann hevði fingið staðfest krabbamein, at tað var USA, sum hevði syrgt fyri at hann gjørdist sjúkur. Hetta nevndi varaforsetin Maduro eisini í røðuni í kvøld. Á varðhaldi Samstundis sum boðini um at Chávez er deyður, so hevur Venezuela sent tveir amerikanskar diplomatar av landinum, og skuldsett teir fyri at hava verið við í eini ráðagerð móti stjórnini í Venezuela. Herurin er á varðhaldi í kvøld, og hermenn og løgreglufólk eru at síggja í gøtunum. Hernaðarleiðslan í Venezuela hevur í kvøld givið Maduro sín fulla stuðul. Hugo Chávez varð afturvaldur til forseta í vetur, men bleiv ongantíð tikin í eið. Roknað verður við, at forsetaval verður útskrivað í landinum um stutta tíð. Frá í kvøld klokkan tjúgu verður onki beinleiðis sjónvarp at síggja á heimasíðuni hjá Kringvarpinum. Dagføringar av skipanini skulu gerast, og tískil verður beinleiðis sjónvarp á kringvarpinum ikki tøkt restina av kvøldinum. Savnssendingar eru kortini tøkar á heimasíðuni sum vant. Í samband við eyka í Dag og Viku í kvøld klokkan nítjan, verður møguleiki fyri at síggja sendingina beinleiðis á heimasíðuni. BankNordik hevur biðið Fútarættin selja Landingarmiðstøðina á Tvøroyri og Faroe Cold Stores í Vági. BankNordik hevur fyrsta veðrætt í báðum virkisbygningunum. Faroe Cold Stores skal undir hamaran 3.apríl og Landingarmiðstøðin 17. apríl. Landingarmiðstøðin á Tvøroyri gavst at taka ímóti fiski hálvan januar. Endamálið er at tryggja, at allir sjúklingar fáa nøktandi tilboð um kostráðgeving. Tað sigur hann í svari til Bjørt Samuelsen, sum spurdi um typu 2 sukursjúku. Í svarinum sigur Karsten Hansen seg ikki kunna góðtaka, at partur av sjúklingum við typu 2 diabetes ikki hava atgongd til neyðuga kostráðgeving í heilsuverkinum. Tí eftir einum áliti um sjúkuna, sum varð gjørt í 2003, vórðu diabetesambulatorium sett á stovn á Klaksvíkar sjúkrahúsi, Suðuroyar sjúkrahúsi og á Landssjúkrahúsinum. Játtan er sett av til endamálið, og tí er tilboðið galdandi til politisk avgerð verður tikin um at broyta tað. Nær kostráðgevingin verður knýtt at kommunulæknaskipanini, sigur landsstýrismaðurin seg ikki kunna siga, tí ein arbeiðsbólkur arbeiðir við ætlanini, og fer at handa landsstýrismanninum heildarætlanina í apríl. Landsstýrismaðurin sigur eisini í svarinum, at somu sjúklingabólkar skulu fáa somu tilboð í heilsuverkinum uttan mun til, hvar í landinum teir búgva. Tað sigur borgarstjórin í Sunda kommunu um verkætlanina hjá næmingum í Runavíkar skúla, sum vunnu íverksetarakappingina fyri skúlaungdómar. Hugskotið er at gera eitt nútímans campingpláss í einum grótbroti í Haldórsvík, og borgarstjórin í Sunda kommunu sær nógvar møguleikar í verkætlanini. Sambært rakstrarætlanini fyri 2013, sum ALS stýrið samtykti í síðstu viku, verða inngjøldini 180 milliónir krónur í ár. Slakar 193 milliónir verða latnar í arbeiðsloysisstuðli, og fiskavirkisskipanin kostar 20 milliónir í ár. Átta milliónir skulu brúkast til at førleikamenna arbeiðsleys. Raksturin, millum annað lønirnar hjá starvsfólkunum, kosta 22,6 milliónir krónur. Og við avskrivingum og skatti og øðrum avgjøldum endar úrslitið hjá ALS á 76,2 milliónum krónum í halli. Eginognin endar á 273 milliónum tann 31.desember. Rakstrarætlanin hjá ALS fyri 2013 byggir á verandi inngjald og útgjald. Men ætlanin kann broytast seinni í ár, um gjøldini verða broytt. Við verandi gongd, tað er við sama arbeiðsloysi og við somu gjøldum sum nú, verður kassin hjá ALS tómur í 2017. Men har hevur verið ein, Norðoya Sparikassi. Jyllandsposturin hevur fingið fatur í listanum hjá Fíggjareftirlitinum. Átta bankar eru á listanum. Hetta eru bankar, sum eru á tromini, tí serliga stórur vandi er fyri, at teir kunna fara av knóranum. Tí hevur Fíggjareftirlitið hert eftirlit við teimum og setir teimum treytir. Í fjør vóru tíggju peningastovnar á hesum listanum hjá Fíggjareftirlitinum. Teirra millum var Norðoya Sparikassi. Men hann er ikki longur undir herdum eftirliti, skrivar Jyllandsposturin í dag. Sambært Fíggjareftirlitinum eru peningastovnar, sum tvey ár á rað verða kannaðir fyri tað sama, undir herdum eftirliti. Fíggjareftirlitið kannaði Norðoya Sparikassa í august 2011 og í mai 2012. Jyllandsposturin hevur fingið at vita frá Norðoya Sparikassa, at hann ikki longur er undir herdum eftirliti. Grikkaland hevur aftur fingið eitt skot fyri bógvin, eftir at amerikanski grunnurin, Russell Investments, skýrir landið sum eitt menningarland, og ikki sum eitt framkomið land. Búskaparkreppan er farin illa við Grikkalandi seinastu fimm árini, og neyðugt hevur verið at siga nógvum fólkum úr starvi, fyri at spara, samstundis sum neyðugt hevur verið at lænt stórar peningaupphæddir, fyri at landið kann hóra undan. Í ár skal aftur sparast fyri einar 80 miljardir krónur, og við árslok verður grikska skuldin 178 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni. Arbeiðsloysið í Grikkalandi er 27 prosent. Umboð fyri ES, Europeiska miðbankan og Altjóða Valutagrunnin, IMF, komu í gjár á vitjan í Grikkalandi, fyri at vita hvussu gongst landinum at halda treytirnar sum settar eru, fyri at landið kann fáa peningaliga hjálp. Ráfiskakeypararnir tóku annars fyri 15 árum síðani undir við kravinum um uppboðssølu. Felagið sigur, at tað fer ikki at hava nevniverdar avleiðingar fyri atgongdina hjá føroyskum fiskavirkjum at fáa hendur á fiski, hóast uppboðssølukravið verður strikað. Felagið sigur eisini, at sambært hagtølunum er einki samband millum útflutningsnøgdirnar av óvirkaðum fiski og kravið um uppboðssølu, Ráfiskakeypararnir taka sostatt undir við ætlanini hjá Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, um at strika kravið um uppboðssølu. Teir siga seg kortini einki hava ímóti eini uppboðssølu, men tað eigur at vera seljarin, sum ger av, um hann vil selja um uppboðssøluna, ella beinleiðis til virkini. Ein gongd leið at tryggja, at sum mest av fiski verður landað í Føroyum, er heldur at krevja, at fiskur skal landast í Føroyum, sigur Ráfiskakeyparafelagið. Síðani 2010 eru 50 færri ársverk, tí næmingatalið stendur í stað, og fólkaskúlin hevur mist 1400 tímar hesi árini, sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum, við Skúlablaðið. Hóast tølini eru ikki stór, heldur formaðurin í Lærarafelagnum, at til ber at tosa um arbeiðsloysi millum lærarar. Okkurt um 25 lærarar eru arbeiðsleysir nú. Tað stóð á hjá teimum, sum fingu læraraprógv seinasta summar, at fáa starv. Og enn hevur ein triðingur av teimum ikki fingið fast starv. Og einki bendir á, at tað verður lættari hjá teimum, sum fáa prógv í summar, at fáa starv. Tvílæraraskipan Tað er eitt vandamál, at nýútbúnir lærarar ikki fáa arbeiði, tí við ongum starvsroyndum koma tey við tíðini aftur um í røðini at fáa starv, sigur Herálvur Jacobsen við Skúlablaðið. Og nýútbúnir lærarar hava ongan rætt til stuðul frá ALS, tí tey hava ikki havt nakað arbeiði. Formaðurin í Lærarafelagnum heldur, at ein víðkað tvílæraraskipan hevði verið ein góð loysn. Samstundis verður bara eitt av teimum gomlu British Aerospace flogførunum eftir. Samstarvið við donsku ferðaskrivstovuna ger hetta møguligt. Atlantic Airways hevur gjørt enn ein sáttmála við Atlantis Rejser um leiguflúgving frá oktober í ár. Sáttmálin er í fyrsta umfari galdandi til 2016. Umsetningurin er mettur at verða 80 milliónirlliónir krónur í ár og næsta ár. Atlantic Airways skal flúgva fyri Atlantis Rejser úr Keypmannahavn alt árið. Í november í fjør gjørdu Atlantis rejser og Atlantic Airways fyrsta sáttmálan um flúgving úr Billund. Nýggja avtalan ber í sær, at Atlantic Airways fer at útvega sær eitt triðja flogfar av slagnum Airbus 319, sum væntandi kemur í oktober. Annað Airbus flogfarið kemur í juni. Samstarvið við eitt annað útlendskt felag, kilenska flogfelagið DAP, ger tað møguligt hjá Atlantic Airways at sleppa av við British Aerospace flogførini. Eitt flogfar fór til Kili millum jóla og nýggjárs í fjør, og útlit eru fyri, at eitt afturat fer til Kili í oktober, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways. Øll starvsfólkini í Landsbankanum, 12 í tali, fingu tann 17. januar hoyringarskriv um uppsøgn, tí arbeiðspláss teirra heldur uppat tann 1. apríl. Fíggjarmálaráðið hevur sagt, at fólkini fáa annað arbeiði hjá tí almenna. Og arbeitt verður við tí, sigur Bjarni Askham Bjarnason, aðalstjóri í Fíggjarmálaráðnum. Meira vil hann ikki siga í løtuni, tí málið er ikki liðugt, sigur hann. Enn er eingin farin í annað starv. Løgtingið samtykti stutt fyri jól, at Landsbankin gevst 1.apríl. Sambært kunningarstjóranum Jannik Lindbæk í Statoil, so er einki endaliga avgreitt enn, og tí vil hann ikki vátta nakað endaligt tal enn, skrivar Stavanger Aftenblad. Sum skilst skulu eini 550 størv skerast burtúr áðrenn páskir, harafturat skulu eini 200 størv sum fríyrkisfólk gera fyri Statoil eisini skerast burtur. Í morgun komu so boðini um at eini 200 300 størv í franmtíðini skulu útinnast av innkeyptari arbeiðsmegi Uttanlandsnevndin hevur fund fyrrapartin klokkan 9 og har fer hon at at leggja seinastu hond á afturmeldingina til Jacob Vestergaard um norðhavssildina. Tað var í januar, at strabdalondini skrivaðu undir avtalu um at býta norðhavssildina. Føroyar skrivaðu ikki undir, tí føroyska sendinevndin vildi hava meira í okkara býti. Higartil hevur okkara partur verið góð 5 prosent, og landsstýrismaðurin ætlar at økja tann partin nógv meira. Hvussu nógv hevur ikki borið til at fáa at vita, men tøl sum 15 20 prosent hava ljóðað. Samd nevnd Landsstýrismaðurin hevur kunnað uttanlandsnevndina um, hvussu nógv hann heldur at føroyski parturin skal vera. Uttanlandsnevndin hevur síðani viðgjørt málið og hevur millum annað spurt Fiskimálaráðið um tøl millum annað um søguligu sildaveiðina hjá Føroyum Formaðurin í uttanlandsnevndini, Jákup Mikkelsen, vil ikki siga, hvørji tilmæli tey hava landsstýrismannin í dag. Hann miðar eftir, at tað er ein samd nevnd, sum ráðgevur landsstýrismanninum og hann vil hava málið avgreitt frá uttanlandsnevndini í dag. Klaksvíkar kommuna hevur fingið 100.000 krónur frá landinum til at umvæla eini hús í Svínoy, so ferðafólk kunnu brúka tey sum bíðirúm og skýli. Kommunan ætlar at umbyggja og útbyggja Húsið í Túni til endamálið. Pengarnir koma av játtanina til at stuðla útoyggjamenning. Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, hevur býtt játtanina, sum í ár er 770.000 krónur, millum tíggju verkætlanir. 14 umsóknir komu. Tríggjar aðrar verkætlanir í Svínoy fingu eisini burtur av játtanini, upplýsir Innlendismálaráðið. Jógvan Edmund á Geilini hevur fingið 30.000 krónur til Eingilsmannahúsið í Svínoy, eitt krígsminni og 20.000 krónur til mentanarsøguliga landslagið úti í Handansgerði, og Ólavur Hátún hevur fingið 40.000 krónur til bátasavn og bygdarhús. Útoyggjafelagið stuðul Størstu játtanina fekk Útoyggjafelagið, 180.000 krónur, til rakstur og tiltøk. Símun Gullaksen í Fugloy fekk 150.000 krónur til hagreiðingarhús í Hattarvík. Tríggjar verkætlanir í Skúvoy fingu tilsamans 190.000 krónur Harry Jensen fekk 60.000 krónur til Skúvoyar bygdarsavn, sum skal seta eini hús í stand, Skúvoyar bygdarfelag fekk 50.000 krónur til felagshús og William Simonsen, lívfrøðingur, fekk 80.000 krónur til verkætlanina Skordýr í Skúvoynni og veðurlagsbroytingar. Og bygda og ungmannafelagið Súlan í Mykinesi hevur fingið 60.000 krónur til felagshús. ætlanin er at umvæla og útbyggja dansistovuna í bygdini. Landsstýrið skjýtur upp at leingja lógina, sum loyvir TAKS at endurrinda meirvirðisgjaldið, trý ár, so hon eisini verður galdandi í ár, í 2014 og 2015. Talan er um íløgur í eitt nú ítróttarhús, kirkjur og mentanarhús. Treytin er, at íløgan er størri enn ein millión krónur. Higartil hevur TAKS endurgoldið 14,4 milliónir krónur í meirvirðisgjaldi, ítrótturin hevur fingið slakar fýra milliónir og samkomur slakar 3,3 milliónir krónur. TAKS upplýsir, at í desember í fjør komu rættiliga nógvar umsóknir. Við at leingja umsóknarfreistina fáa hesir umsøkjarar møguleika at greina sínar umsóknir neyvari. Millum annað eru nógvar umsóknir komnar frá kirkjum. Málið um møguliga útbyggingna hjá Varðin Pelagic á Tvøroyri hevur tikið eina nýggja vend. Nú hevur Fornminnisnevndin hevur lagt seg út í málið. Nevndin hevur sent hoyringsskriv til partarnar við eini ætlan um at víðka friðingina á havnarlagnum á Tvøroyri. Tað váttar Andras Mortensen, leiðari á Søvnum Landsins, sum umsitur málini hjá fornminnisnevndini, ið liggur undir landsstýrismanninum. ætlanin merkir, at eingin útbygging kann fara fram uttan góðkenning frá fornminnisnevndini. Nevndin hevur sjálv tikið málið upp, sigur Andrass Mortensen. Eyka býráðsfundur var á Tvøroyri í dag at umrøða støðuna. Kristin Michelsen, borgarstjóri, harmast um avgerðina. Uppskotið steðgar øllum vinnulívið og framburði á Tvøroyri, sigur Kristin Michelsen í stuttari viðmerking. Býráðið umrøddi málið, men avgjørdi at bíða við at orða nakað svar, fyrr enn hin nevndin kærunevndin kunnger sín úrskurð. Tann niðurstøðan er, sum skilst, liðug, og hon verður kunngjørd fyrst í næstu viku. Kristin Michelsen væntar at skipa fyri einum borgarafundi ein av døgunum. Partarnir í málinum Tvøroyrar býráð og ánararnir av ognum, sum liggja upp móti økinum hava fingið freist til 22. mars at svara hoyringsskrivinum. Málið snýr seg um ætlaninar hjá býraðnum á Tvøroyri at útfylla bátahylin, so Varðin Pelagic kann útbyggja frystigoymsluna. ætlanin varð kærd til Kærunevndina í lendismálum, tí byggjast skal beint við eitt stórt og friðað øki á Tvøroyri. Talan er millum annað um gomlu handilshúsini hjá Thomsen, eitt stórt fiskapláss og onnur hús, sum eru friðað. Avtalan er galdandi fyri 2013, skrivar Fótbóltssambandið. John Petersen avloysir Rúna Nolsøe, sum í fjør stóð á odda fyri U19 landsliðnum. Ingun Hansen heldur fram sum hjálparvenjari. U19 landsliðið við gentum skal luttaka í tveimum kappingum í ár. Í døgunum 8. til 12. mai skulu genturnar til eina fýralandakapping í Litava, og seinnapartin av september mánaði skulu føroysku genturnar til EM undankapping í Finnlandi. Almenningurin má brynja seg við toli til í næstu viku, fyri at fáa at vita, hvønn úrskurð Kærunevndin í lendismálum kemur til, í málinum um ætlaðu frystigoymsluna hjá Varðin Pelagic, á havnalagnum á Tvøroyri. Kærunevndin hevur havt fund í dag. Fundurin byrjaði klokkan 13. Umleið klokkan 14 kom kærarin og umboð fyri Tvøroyrar kommunu á fundin, at leggja síni sjónarmið fram. Partarnir fóru av aftur fundinum um trítíðina, og síðani fór kærunevndin undir at viðgera málið, og ein úrskurður er ella verður gjørdur í dag. Úrskurðurin skal síðani handast pørtunum, áðrenn hann verður almannakunngjørdur, og tað verður ikki fyrr enn í næstu viku, verður upplýst á Føroya Kærustovni. Fekk loyvi Varðin Pelagic fekk loyvi frá býráðnum á Tvøroyri at byggja út, tí frystigoymslan hjá uppsjóvarvirkinum er alt ov lítil. Men fyrst skal Tvøroyrar kommuna fylla ein part av havnarhylinum, so Varðin Pelagic kann byggja upp í virkið. Tann ætlanin varð kærd til Kærunevndina í lendismálum, tí byggjast skal beint við eitt stórt og friðað øki á Tvøroyri. Talan er millum annað um gomlu handilshúsini hjá Thomsen, eitt stórt fiskapláss og onnur hús, sum eru friðað. Gjørdist jólatrøll 19.desember í fjør fekk kæran steðgandi virknað. Tað merkir, at kommunan kundi ikki halda fram við arbeiðinum, fyrr enn Kærunevndin hevur tikið endaliga avgerð. Og hon verður tikin í dag. Kæran, sum Kærunevndin viðger, er ikki komin av Tvøroyri. Á Tvøroyri hava 1071 fólk skriva undir eitt skriv til Kærunevndina. Tey vilja, at kommunan sleppur at fylla ein part av havnarhylinum, so frystigoymslan kann byggjast. Tað vísir ein uppgerð sum Taks hevur gjørt. Í januar og februar, fekk landskassin 198 miljónir krónur í skatti, og tað er tríggjar miljónir krónur meir enn somu mánaðir í fjør. Skatturin av eftirlønum hækkaði 7,4 miljónir krónur, og kirkjuskatturin hækkaði 200.000 krónur. Uppgerðin vísir eisini, at kommunurnar fingu 100.000 krónur minni í skatti fyrstu tveir mánaðirnar. Tórshavnar kommuna fekk 2,4 miljónir krónur minni í skatti teir báðar mánaðirnar í ár, í mun til í fjør. Tórshavnar kommuna er stór, so minkingin var hálvttriðja prosent. Á Tvøroyri vignaðust januar og februar væl í ár, tí kommunan fekk 888.000 krónur meir í skatti, svarandi til næstan 12 prosent. Í Hvannasundi minkaði inntøkan næstan 15 prosent, ella 266.000 krónur, og í Skopun minkaði inntøkan 222.000 krónur, ella góð 11 prosent. Løgtingið feldi í gjár uppskotið hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi um, at øll skuldu gjalda 0,58 prosent av skattskyldugu inntøkuni í kringvarpsgjaldi. Flokkarnir skutu eisini upp, at lýsingarinntøkurnar hjá Kringvarpinum vórðu settar í ein miðlagrunn, haðani allir fjølmiðlar kundu søkja stuðul. Tingið feldi eisini broytingaruppskotið hjá Gunvør Balle og Rigmor Dam, sum eru í Mentanarnevndini, um miðlagrunnin. Pengarnir í grunninum skuldu latast privatu miðlunum í stuðli til útbering og útbreiðslu, søgdu tær. Rættarhjálpin fekk 643 fyrispurningar. Rættarhjálpin byrjaði 41 mál í fjør og 27 teirra vóru eisini avgreidd, áðrenn árið endaði. Nógv fleiri kvinnur enn menn spyrja Rættarhjálpina til ráðs. Í fjør vóru kvinnurnar 54,7 prosent og menninir 45,3 prosent. Stívliga helvtin av teimum, sum spyrja, eru vanligir løntakarar. Mest verður spurt um sundurlesing og hjúnaskilnað. Og, kanska ikki óvæntað, eru arvur og skifti á øðrum plássi. Rættarhjálpin byrjaði í 1996. Har kunnu fólk fáa ókeypis løgfrøðilig ráð. Tá avtornaði varð ríkislógartilmælið samtykt við 20 atkvøðum fyri, fimm ímóti, meðan eingin atkvøða var blonk. Uppskotið skal síðani staðfestast við 3. viðgerð. Samtyktin merkir, at danska heildarveitingin til Føroyar verður prístalsviðgjørd, aftur í ár. Veitingin úr danska ríkiskassanum verður sostatt í ár 632,2 milliónir krónur Eg bleiv forbannað glaður, tá eg bleiv tilnevndur, tí hetta eru bransjufólk, sum hava tilnevnt, og sum eisini eru við til at atkvøða, segði Olaf Johannessen tá Kringvarpið fekk orðið á hann í morgun. Olaf Johannessen fær Robert virðislønina fyri leiklut sín sum danski forsætisráðharrin Kristian Kamper í virðisløntu sjónvarpsrøðini, sum DR hevur framleitt og víst. Robert virðislønin kann eisini hava við sær, at eg fari at gera enn meira við sjónleikin í framtíðini, segði Olaf Johannesen, tá Góðan morgun Føroyar fekk orðið á virðislønta, føroyska sjónleikaran í morgun. Tá samráðingar vóru millum Strandferðsluna og Smyril Line at leiga Norrønu, boðaði leiðslan í Smyril Line frá, at hon er sinnað at leiga Strandferðsluni Norrønu sum avloysaraskip eisini í framtíðini, um tað ber til at samskipa siglingina við uttanlandssiglingina hjá Smyril Line. Rúni Vang Hansen, stjóri í Smyril Line, letur væl at samstarvinum við Strandferðsluna, og siglingin um Suðuroyarfjørð hevur gingið væl, sigur hann. Leigukostnaðurin er 200.000 krónur um dagin, og í hesum umfarinum hevur Norrøna siglt á Vág tveir túrar aftur og fram hvønn dag í vikuni. Men havnarlagið á Krambatanga verður nú botntryggjað, og tí fer Norrøna væntandi at sigla á Krambatanga, næstu ferð hon verður leigað sum avloysaraskip. Smyril fer aftur í sigling 11. mars. Í dag hevur Bakkafrost partabrævið ikki verið niðanfyri 70,50 norskar krónur fyri hvørt partabrævið. Partabrævið hevur seinastu tímarnar nærkast 72 krónum. Um døgurðaleitið var kursurin 71,75 norskar krónur. Stutt áðrenn keypsskálin stongdi klokkan 16 føroyska tíð varð partabrævið keypt fyri 73,75 krónur. Tað er nýtt met hjá føroysku fyritøkuni. Bakkafrost er økt í virð millum tvær og tríggjar ferðir síðani skrásetingina á Oslo Børs. Interpol skal nú gera nakað við ólógligu fiskaveiðuna í heiminum. Mett verður at árliga verður fiskað ólógliga fyri fleiri tíggjutals milliardir krónur. Interpol hevur sett ein egnan bólk, sum byrjar sítt arbeiða í hesi vikuni, bólkurin hevur sum mál at berjast móti ólógligu veiðuni, og at tryggja at fólk kunnu keypa trygt sjógæti. Interpol ætlanin kallast Project Scale , og ætkanin er at fyribyrgja veiðu sum ikki verður skrásett nakrastaðni. Umframt hendan bólkin er ætlanin at limalondini skulu hava sínar egnu trygdarbólkar og høvi skal vera at gera nýtslu av sjóverjuskipum, tyrlum og øðrum førum fyri at kunna kanna skip á opnum havi. Seafood Source metir at virði á ólógligu veiðuni árliga liggur millum 60 og 110 milliardir føroyskar krónur. Meir kann lesast um málið hjá Seafood Source her Í teimum 1008 lývunum eru makrelloyvini fyri 2013 ikki við, tí tey eru ikki skrivað enn. Tølini eru upplýst í svarinum upp á skrivligan fyrispurning frá Pálli á Reynatúgvu, løgtingsmanni, til Jacob Vestergaard, landsstýrismann, um fiskiloyvi. Í svarinum eru loyvini í øllum skipabólkum og veiðuhættum upplýst. Millum annað vórðu latin 43 royndarloyvi í fjør. Líka nógv skip og bátar sum fiskiloyvi eru tó ikki, tí vanligt er, at sama fiskifar hevur fleiri fiskiloyvi. Millum annað eru bara trý rækjuskip eftir í flotnanum, men tey hava fingið 15 fiskiloyvi, tí tey royna á ymsum leiðum. Og tá eigaraskifti er, verða nýggj fiskiloyvi skrivað. Saman við svarinum úr Fiskimálaráðnum eru skjøl, sum vísa, hvør hevur fingið tey 1008 fiskiloyvini, og hvør eigur skipini og bátarnar. Allar hesar upplýsingar kunnu síggjast á heimasíðuni hjá løgtinginum. Tað er neyðugt at skarva av ætlanini á Drelnesi. Lægsta tilboðið uppá arbeiðið var næstan helvtina dýrari enn mett, og tí má skarvast av byggingini. Fyrrapartin var innleiðandi samráðingarfundurin millum TG Verk, sum hevði lægsta tilboðið og tey sum skipa fyri ætlanini. Tilboðið hjá TG verk at byggja Saltsiloina um til mentanarhús, var uppá 62 milliónir krónur. Hvat metti prísurin var, er ikki almannakunngjørt, men tá løgtingið viðgjørdi uppskotið um at stuðla ætlanini, varð upplýst, at arbeiðið, sum TG Verk hevur boðið uppá, fór at kosta 37 milliónir krónur. Tað vil siga, at tilboðið hjá TG Verk er 25 milliónir krónur hægri. Løgtingið, fólkatingið og Mærsk hava játtað 58 milliónir krónur til Saltsiloina. Tá er alt við í kostnaðinum. Eingin sáttmáli undirskrivaður Høgni Lauritsen, stjóri í TG Verk, sigur, at, tey á fundinum í dag fingu at vita, at arbeitt verður við at skarva av ætlanini, so pengarnir røkka. ætlanin er, at sjálv Saltsiloin skal byggjast í tí líki sum ætlað, men skarvað verður av síðubygninginum sum skuldu byggjast uppí. Á fundinum varð nevnt, at tað ikki er óhugsandi, at allur síðubygningurin verður strikaður í fyrsta umfari, og kann so byggjast uppí seinni. Arbeiðið við at broyta byggingina hevur við sær, at eingin byggisáttmáli verður undirskrivaður í hesi vikuni sum ætlað, og arbeiðið byrjar heldur ikki sum ætlað, 11. mars. Danski Fólkaflokkurin hevði fingið 17,4 prosent og Javnaðarflokkurin 17,2 prosent av atkvøðunum, um val var nú. Kanningin er ein frammaná hjá Helle Thorning Schmidt, forsætisráðharra, sum í gjár almannakunngjørdi ætlanir, sum hava við sær, at sparast skal í útbúgvingarstuðlinum og í kontantum veitingum til fólk undir 30 ár. Ístaðin skal partafelagsskatturin lækka, so fyritøkur spara milliardir í skatti. Formaðurin í Danska Fólkaflokkinum, Kristian Thulesen Dahl, er ovfarin av úrslitinum. Hann sigur í viðmerking, at Danski Javnaðarflokkuruin førir øvutan Robin Hood politikk, og tekur frá teimum ringast støddu og gevur teimum ríkastu. Tí hava fólk mist álitið á flokkinum. Ovfarin javnaðarmaður Politiski framsøgumaðurin hjá Javnaðarflokkinum, Magnus Heunicke, er eisini ovfarin av úrslitinum, men vil ikki geva sítt boð uppá, hví flokkarnir eru eins stórir. Eftir kanningini hevði borgarligi vongurin fingið 103 umboð í fólkatingið, og vinstrivongurin 72 umboð. Ein kanning, sum varð almannakunngjørd sunnudagin, vísti, at stjórnarflokkarnir høvdu fingið 77 umboð og andstøðan 98 umboð í Fólkatingið. Eftir kanningini fekk Danski Fólkaflokkurin 14,3 prosent og Javnaðarflokkurin 20,5 prosent. Magni á Deild Olsen er 45 ára gamal og útbúgvin Cand.merc í fígging og roknskapi frá Handilsháskúlanum í Aring rhus. Hann hevur áður starvast í níggju ár hjá Føroya Tele, millum annað á fíggjardeildini og seinni innan strategi og virkismenning. Hann var fulltrúi í kappingareftirlitinum í hálvt annað ár, áðrenn hann í ár 2000 gjørdist fíggjarleiðari í Arbeiðsloysisskipanini. Í 1999 tók hann stig til at geva Skipalistan út, og í 2005 stovnaði hann saman við øðrum blaðið Vinnuvitan, sum seinni keypti Vikublaðið. 36 umsóknir vóru til stjórastarvið í ALS. Marjun Eystberg hevur verið fyribilsstjóri í ALS, síðani Ernst Jacobsen fór frá fyrst í januar mánaði. Magni á Deild Olsen tekur við stjórastarvinum í ALS tann 1. mars. Magni á Deild Olsen er í útvarpsstovuni í tíðindunum klokkan 12.20 ætlanin var frammi longu fyri einum ári síðani, men enn er arbeiðsbólkurin ikki mannaður. Tað ætlar landsstýrismaðurin í skúlamálum, Bjørn Kalsø, at gera nakað við, og arbeiðsbólkurin verður helst mannaður í næstum. Tað skrivar skúlablaðið. Bjørn Kalsø heldur, at tað er umráðandi at ein slíkur arbeiðsbólkur er mannaður við bæði lærarum, sum hava ábrygd av børnunum í skúlanum, og námsfrøðingum, tí teir hava ábyrgd av børnunum áðrenn skúlaaldur. Samgongan hevur felt í samgonguskjalið, at at spurningurin um at lækka undirvísingarskylduna verður lýstur. Formaðurin í Føroya Lærararfelag, Herálvur Jacobsen, hevur eftirlýst arbeiðsbólkin, sum landsstýrismaðurin nú ætlar at seta. Eisini Gunnvør Balle, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hevur reist ein fyrispurning á tingi um forskúlar í Føroyum. Alideildin hevði besta úrslitið í fjør. Regin Jacobsen, stjóri, sigur, at úrslitið er betri enn tey høvdu væntað við ársbyrjan. Hóast útboðið av laksi á heimsmarknaðinum var óvanliga stórt í 2012, gjørdist eftirspurningurin betri enn væntað. Vit eru bjartskygd um útlitini fyri 2013, sigur Regin Jacobsen. Bakkafrost seldi 44.341 tons av laksi og setti út 10,7 milliónir smolt í 2012. Havsbrún, sum ger fiskamjøl, lýsi og laksafóður, hevði 44 milliónir krónur í vinningi eftir skatt í fjør. 2 krónur í vinningsbýti Nettoskuldin hjá Bakkafrost samtakinum er 807 milliónir krónur, sum eru tíggju milliónir minni enn við árslok í 2011. Lánsbrøvini fyri 500 milliónir krónur, sum Bakkafrost seldi síðst í januar í ár, betrar gjaldføri felagsins munandi. Á aðalfundinum fer nevndin í Bakkafrosti at skjóta upp at lata 98 milliónir krónur í vinningsbýti, tvær krónur fyri hvørt partabræv. Bakkafrost hevði sløk 600 fulltíðarstørv í 2012. Setti met Og partabrævið í Bakkafrosti setti nýtt met í gjár. Beint áðrenn keypsskálin í Oslo stongdi í gjár, fór Bakkafrost partabrævið upp í 70 norskar krónur. Hetta er meira enn tvær ferðir virðið, sum fyritøkan varð mett at hava, tá hon bleiv skrásett 26. mars í 2010. Beint áðrenn Oslo Børs stongdi í dag fór Bakkafrost partabrævið uppá 70 norskar krónur. Hetta er meir enn tvær ferðir virðið fyritøkan varð mett til tá honn bleiv skrásett á Oslo Børs. Tá Bakkafrost bleiv skrásett 26. mars í 2010 bleiv partabrævið handla fyri millum 32,70 norskar krónur og 34,40 norskar krónur fyri hvørt partabræv. Bakkafrost hevur seinastu vikurnar av álvara økt í virði á partabrævamarknaðinum í Oslo. Greinarar sum fylgja við partabrøvunum á Oslo Børs hava fingið eitt rættuliga gott eyga á føroysku fyritøkuni, og tað gongur ikki dagur at greiningar koma har Bakkafrost ikki er nevnt sum eitt av partabrøvunum sum ein eigur at umhugsa at keypa. Seinastu mánaðirnar er Bakkafrost oftari og oftari at síggja á listunum yvir partabrøv sum ein eigur at umhugsa at keypa. Fyritøkan hevur víst til óvanliga góð úrslit líka síðani partabrævið kom á Oslo Børs í mars 2010, og greinararnir hava lítið at fílast á tá teir hyggja eftir Bakkafrost. Fyrrapartin í morgin almannakunngerð Bakkafrost úrslitini fyri fjórða ársfjórðing í 2012. Tað sigur Ragnar Nystøyl í Kontali Analyse í Norra. Hann hevur greinað tølini hjá føroysku alivinnuna seinastu árini og kunngjørdi úrslitið á aliráðstevnuni í Havn fríggjadagin. Føroyska alivinnan hevur lutfalsliga lágan framleiðslukostnað, millum teir lægstu í heiminum, vektin er høg, fellið er lágt og prísurin fyri føroyskan laks var eisini eitt vet betri enn prísurin fyri norskan laks í fjør. Føroyski laksurin er í miðal størri enn tann norski, og tað sæst eisini aftur í miðal útflutningsprísinum. Harumframt hevur vinnan víðkað um marknaðin seinastu árini, samstundis sum framleiðslan er økt. Miðalvektin á føroyskum laksi er góð fimm kilo, tann norska er hálvt kilo lægri. Fellið í føroyskum alibrúkum hevur eisini verið metlágt seinastu árini. Fellið hevur seinastu fimm árini ligið niðan fyri tíggju prosent. Í hinum londunum, vit kappast við, er fellið oman fyri tjúgu prosent, sambært Ragnari Nystøyl í Kontali Analyse. Har, á Argjaboðagøtu 7, verður høvuðssætið hjá danska statinum í Føroyum í nakrar mánaðir. Orsøkin er, at bygningurin í Amtmansbrekkuni skal umvælast og nútíðargerast. Tí hevur Ríkisumboðið leigað høli á Argjaboða. Tann sum sett ella settur verður fær høvuðsábyrgdina av allari verkætlanarleiðsluni og byggileiðsluni, sum millum annað umfatar fíggjarstýring. Starvið er tíðaravmarkað starv og er áramálssett fram til skúlin skal standa liðugur á sumri í 2016. Tann sum sett ella settur verður skal hava útbúgving sum verkfrøðingur, byggifrøðingur, ella arkitektur. Starvið sum verkætlanarleiðari er leyst at søkja, tí Heini Trónd Hansen segði seg úr starvinum fyrr í ár. Heini Trónd Hansen røkir starvið fram til tann 31. mars, tá nýggjur verkætlanarleiðari skal verða settur. Hyme miðið varð funnið í juni 2009. Fyristøðufelagið Statoil metir, at har eru okkurt um 30 milliónir tunnur av olju og gassi, tó mest av olju. Bæði tíðarætlan og fíggjarætlan eru hildnar. Bara tvey ár eru liðin, frá tí avgerð varð tikin um at útbyggja Hyme og til framleiðslan nú byrjaði, upplýsir Faroe Petroleum í morgun. Verkætlanin kostaði 4,5 milliardir krónur, og 335 milliónir krónur netto. Faroe Petroleum fíggjaði sín part við peningarensli frá framleiðslu felagsins. Væntandi verður Hyme framleiðslan 10 til 15 prosent av allari framleiðsluni hjá Faroe Petroleum í ár. Og farið verður at bora Darwin leitibrunnin í Barentshavinum í næstum. Har eigur Faroe Petroelum 12,5 prosent. Á tingfundinum í morgin fer Høgni Hoydal í Tjóðveldi at spyrja løgmann um makrel og sild. Høgni Hoydal fer at spyrja løgmann, hvussu hann ætlar, at føroyska makrelkvotan og sildakvotan skulu fyrisitast í 2013, og um ætlanin er at legga eina lóg fyri tingið við greiðum, gjøgnumskygdum og rættartryggum reglum. Ella, um ætlanin er, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum býtir kvotur út eftir sínum egnu metingum. Høgni Hoydal vil eisini hava at vita frá løgmanni, um ætlanin er at hava makrelbólk og ella sildabólk millum tingfólk og landsstýrisfólk í samgonguni, sum býtir kvoturnar út til skip og bólkar eftir sonevndum politiskum semjum og politiskari telving, sum formaðurin í Tjóðveldi málber seg. Hægri kvota Tað tykist vera greitt, at makrelkvotan í ár verður nakað størri enn í fjør. Kvotan minkar 15 prosent, tí tilmælið hjá ICES um ráðiliga veiðu í ár er 15 prosent minni enn í fjør. Men so verða 30.000 tons, sum lupu av í fjør, løgd aftur at kvotuni í ár, hevur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sagt. Um sildakvotuna er einki upplýst enn. Føroyar siga seg hava rætt til meira sild enn undanfarin ár. Landsstýrismaðurin hevur hvørga kvotuna kunngjørt alment enn. Hann bíðar eftir Uttanlandsnevndini hjá løgtinginum, sum hann hevur ráðført seg við, og haðani fæst heldur einki at vita. Tað vísir ein veljarakanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Dimmalætting. Teir fýra samgonguflokkarnir hava í løtuni tilsamans 19 tinglimir, men um val var í dag, høvdu hesir somu flokkar bara fingið 16 tinglimir og høvdu harvið mist meirilutan. Tað er serliga Javnaðarflokkurin, sum gongur fram í veljarakanningini. Javnaðarflokkurin hevði blivið størsti flokkur við 22,5 prosentum av atkvøðunum og hevði fingið 8 tinglimir. Í dag hevur flokkurin 6 tinglimir. Eisini Tjóðveldi fær rættiliga stóra framgongd. Flokkurin fær 22 prosent av atkvøðunum í veljarakanningini og fer frá 6 upp í 7 tingfólk. Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin missa hvør sín tinglim og fáa nú sjey tinglimir í part. Sjálvstýrisflokkurin hevði mist sítt umboð á tingi Einasti samgonguflokkur, sum gongur fram er Miðflokkurin. Seinasta val fekk hann 6,3 prosent av atkvøðunum. Nú fær hann 6,9 prosent av atkvøðunum. Men hetta er kortini ikki nóg mikið til at geva flokkinum ein tingsess aftrat. Orka, ferðavinna, telduspøl og virðisbrævamarknaður eru á skránni fyri ráðstevnuna um samstarv millum Ísland og Føroyar, sum verður í Norðurlandahúsinum týsdagin í næstu viku. Tveir íslendskir ráðharrar koma á ráðstevnuna at halda fyrilestur. Katrín Júlíusdóttir, fíggjarmálaráðharri, fer at tosa um búskaparligu endurreisnina í Íslandi, og Steingrímur Sigfússon, vinnumálaráðharri, tosar um nýskapan, sum eisini er hansara málsøki í stjórnini. Harafturat vera landsstýrismenninir Johan Dahl og Jørgen Niclasen við á ráðstevnuni. Á middegi 5.mars verður undirskrivað yvirlýsing um samstarv millum londini. Á ráðstevnuni verður miðað eftir at fáa í lag samstarv um orku, ferðavinnu og telduspøl. Fíggjarmálaráðini og vinnumálaráðini í báðum londunum skipa fyri saman við Føroyska íslendska handilskamarinum, sum varð stovnað í november í fjør. Aðalstjórarnir og onnur embætisfólk eru eisini við, og seinni kemur meirilutin í Fíggjarnevndini, limirnir hjá samgonguni, á fundin við Gjógv. Landsstýrið hevur fyrst landsstýrisfund við Gjógv nú fyrrapartin, og síðani verður farið undir at viðgera karmarnar bæði í dag og í morgin. Aðalráðini skuldu lata Fíggjarmálaráðnum tølini til játtanarkarmin fyri árini 2014 2018 næst seinasta fríggjadag. Eftir fundin við Gjógv verður uppskotið um játtanarkarmin sent flokkunum til hoyringar. Málið hjá landsstýrinum er framvegis, at javnvág ella eitt lítið avlop skal vera í fíggjarlógini fyri 2016. Landsstýrið skal fyri tann 1.apríl leggja uppskot um játtanarkarmin fyri 2014 fyri løgtingið. Freistin hjá landsstýrinum er kanska nakað styttri í ár enn onnur ár, tí tað var ikki gamalt at hava tingfund í dymbildagavikuni, og hon byrar 25.mars í ár. Landsstýrið skal eisini leggja seinastu hond á okkurt um 40 lógaruppskot, sum Løgtingsskrivstovan skal hava í seinasta lagi nú hósdagin, tí seinasti framløgudagur í tingsetuni er í næstu viku. Grannskoðarin hjá grunninum gjørdi vart við, at eftirbókingarnar fyri árið 2010 vóru ikki allar bókaðar. Tí var úrslitið, sum varð flutt til 2011, ikki rætt. Av tí at bókhaldið hjá grunninum ikki stemmaði tann 31.desember 2011, er nógv tíð brúkt í 2011 til at fáa dagført bókhaldið. Tað siga løgtingsgrannskoðararnir, sum hava biðið løgtingið góðkenna roknskapin hjá Húsalánsgrunninum fyri 2011. Í uppskotinum hjá løgtingsgrannskoðarunum verður eisini staðfest fyribils, at Húsalánsgrunnurin kann ikki einsamallur bjóða føroyska realkreditfígging ella realkreditfígging í Føroyum frá donskum realkredittfeløgum. Halda fram Donsk realkredittfeløg lata bara realkreditfígging umvegis góðkendar peningastovnar. Tí verður hildið fram at kanna, um til ber at fáa í lag samstarv millum Húsalánsgrunnin og føroyskar peningastovnar um bíligari realkredittfígging í Føroyum. Fíggjarmálaráðið hevur hevur ikki gjørt reglur um slíka fígging hjá Hásalánsgrunninum, hóast lógarheimildin kom í september í 2011. Løgtingsgrannskoðararnir spyrja eisini eftir øðrum málum viðvíkjandi Húsalánsgrunninum, sum framvegis ikki eru loyst, millum annað skal Tryggingareftirlitið hava uttanhýsis eftirlit við grunninum. Húsalánsgrunnurin hevur selt kravið mótvegis Lehmann Brothers fyri góðar 900.000 krónur. Talan er um virðisbrøvini, sum kollsigldi amerikanski bankin veitti trygd fyri. Húsalánagrunnurin er tó við í felags sakarmálinum móti Eik Banka Føroya um endurgjald fyri virðisbrøv, sum Kaupting seldi í Føroyum og Lehmann Brothers veittu trygd fyri. Tað er greitt, eftir at Tænastumannafelagið hevur havt aðalfund. Eftir fundin hevur nevndin skipað seg við Meinhardi Gaardlykke sum formannni, Turid Arge er næsformaður og skrivari, Andrea Nielsen, kassameistari og Snæbjørn Simonsen er nevndarlimur. Tað samtykti Tórshavnar býráð í síðstu viku. Fyri nøkrum árum síðani varð farið undir at høvuðsumvæla Eysturskúlan. A, B og C lonirnar eru lidnar, og D lonin verður liðug í mai. Tá er ætlanin at fara undir E lonina, sum hýsir Námi X. Arbeiðið verður boðið út í innbodnari lisitasjón. Men sáttmáli um ráðgeving og eftirlit verður gjørdu við sama ráðgeva, Teknistovuna A3, sum hevði hinar fýra lonirnar. Kommunan hevur fígging til umvælingina av E lonini í fíggjarætlanini fyri 2013. Fyrsta byggistigið av Eysturskúlanum var liðugt í 1974, og allur skúlin var liðugur í 1980. Býráðið samtykti eisini at lata Venjingarskúlanum 180.000 krónur í eykajáttan til nýtt tilfar og nýggja útgerð til alisfrøði og evnaføði. Sissal Kampmann og Hanni Julius Bjartalíð hava fingið starvsløn í eitt ár, og Bárður Eklund, Lena Anderssen, Sakaris Fríði Stórá og Tróndur Patursson í hálvt ár. Nevndin í Mentanargrunninum avgjørdi at eingin trý ára starvsløn skuldi latast í ár. Orsøkin er, at so nógvar góðar umsóknir, har søkt var um starvsløn í styttri tíðarskeið, komu í ár. Av tí at nevndin hevur gjørt av at játta fleiri av hesum umsøkjarum starvsløn, var ikki rúm fyri at játta eina trý ára starvsløn í ár. Umframt tey seks, sum fingu eitt árs ella hálvt árs starvsløn, hava 24 umsøkjarar fingið starvsløn styttri tíðarskeið. 102 mánaðarlønir fyri góðar 2,5 milliónir krónur eru latnar til listaligt og mentanarligt arbeiði í hesum umfarinum. Starvslønin er 24.500 krónur um mánaðin. 94 umsøkjarar søktu um starvsløn fyri slakar 25 milliónir krónur, 64 fingu noktandi svar. Íverksetanarstudningur varð latin tveimum umsøkjarum, 150.000 krónur tilsamans. Átta umsóknir vóru um íverksetanarstudning. Sambært heimasíðuni hjá Varðanum letur Varðin Pelagic besta prísin fyri lodnuna, 2,90 krónur fyri kilo. Mikudagin var Tróndur í Gøtu á Tvøroyri við 750 tonsum av lodnu. Hetta upplýsir norski keyparin av uppsjóvarfiski, Norway Pelagic, í síni frágreiðing sum verður løgd fram fyrrapartin fyri greinarum á Oslo Børs. Norway Pelagic upplýsir at tey selja meginpartin av sínum makreli til asiatiska, serliga tann japanska marknaðin. Fyritøkan sigur, at marknaðurin í Eystur Europa og Afrika fær at kalla allan sín makrel úr Íslandi og Føroyum. Fyritøkan sigur, at hóast prísurin á makreli í fjóðra ársfjóðringin í 2012 lá næstan 40 prosent undir prísinum í sama tíðarskeiði í 2011, so fekk prísurin eina meir støðuga legu. Keypir alt Norway Pelagic Norway Pelagic, ið er ein samanrenning av teimum størstu keyparunum av uppsjóvarfiski við verksmiðjum framvið allari norsku strondini, verður nú keypt upp av sínum størsta partaeigara, Oystevoll Seafood. Síðani á nýggjárinum hevur Austevoll Seafood vaksið um eigaraskapin í Norway Pelagic úr 43 prosentum og upp til knøpp 80 prosent. Um stutta tíð kemur eitt endaligt boð til teir eigararnar sum ikki hava selt enn. Austevoll Seafood gerst við hesum størsti keyparin av uppsjóvarrávøruni í Noregi. Frammanundan er fyritøkan millum annað ein av størstu reiðaríunum og keyparunum av ansjosum í Peru. Hetta er eion rávøra sum millum annað kann enda sum fóður hjá alivinnuni. Á miðnátt høvdu Livar Nysted og hinir sjey um borð á Avalon 24 fjórðingar eftir at rógva. Klokkan fimm í morgun fór Avalon framvið North Point á Barbados og klokkan seks vóru einans 4 fjórðingar eftir á mál. Teir fóru úr Kanariuoyggjunum 17. januar við tí endamáli at taka metið, sum Sara G setti í 2011. Men so skuldi Avalon verið inni fyrst í vikuni og ikki nú síðst í vikuni. Av Barbados frætta vit í morgun at nú er alt klárt til at taka ímóti Avalon. Familja og vinir hjá manningini hava verið á oynni í nakrar dagar, og nú gleða tey seg til at síggja teir aftur. Nú klokkan knapt sjey frætta vit at tey nú síggja ljósini frá Avalon sum verður á málinun innan fyri tenn næsta hálva tíman ella so. Eisini eru skipari og manning á Titan komin at taka ímótið teimum. Livar Nysted úr Hvannasundi og hinir umborð á bátinum hava róð teinin av Gran Canaria yvir um Atlantshav síðan 17. januar. Málið at sláa metið at rógva tvørtur um Atlantshavið eydnaðist ikki, og nú er spenningur so um, hvørt Avalon megnar at rógva skjótari enn ein annar bátur, Titan, sum júst hevur róð teinin. Avalon væntast at vinna upp land á Barbados millum klokkan 2 og 3 í nátt, Barbados tíð tað er millum 6 og 7 í morginárið, føroyska tíð. Á Barbados verður nú gjørt klárt at taka í móti rógvarunum. Svanna Sigmarsdóttir Nysted, kona Livar, og Jonika Nysted Gardar, systir hansara eru farnar yvir at taka ímóti. Innflutningurin slær sostatt eisini metið frá 2007, sum hevur verið árið við størsta innflutninginum.Tað er serliga vinnan, sum ger munin í innflutningstølunum. Vøksturin á innflutninginum av skipum og flogførum var í fjør 84 prosent í mun til árið fyri. Eisini innflutningurin av vørum til hav og landbúnað er øktur við næstan 50 prosentum. Bilainnflutningurin øktist við 34 prosentum í fjør. Hóast vøkstur var í øllum vørubólkum í fjør, so vísa hagtølini eisini, at tað ikki er privatnýtslan, sum er orsøkin til methøga innflutningin í 2012. Søgulig tøl Innflutningurin av húsarhaldsvørum vaks við bara einum prosenti. Her er talan um mat, klæði og ymisk húsarhaldstól. Áhugin fyri at byggja, er heldur ikki munandi vaksin, tí eisini í bólkinum tilfar til byggivinnu var vøksturin lítil eitt prosent. Í fjør brúktu vit føroyingar meira pening upp á brennievni, enn vit brúktu til vanligar húsahaldsvørur.Í fjør innfluttu vit brennievni fyri 1 milliard og 302 milliónir ein vøkstur upp á 16 prosent í mun til árið fyri meðan vit innfluttu húsarhaldsvørur fyri 1 milliard og 266 milliónir. Hetta er fyrstu ferð í nýggjari tíð, at vit hava brúkt fleiri pengar upp á brennievni enn upp á húsarhaldsvørur. Felagið hjá teimum, sum eiga uppsjóvarvirki, vil sum skjótast hava eina politiska loysn, nú norsk uppsjóvarskip landa í Føroyum og í Íslandi, samstundis sum norsku virkini ikki sleppa at keypa fisk frá føroyskum og íslendskum skipum. Norska stjórnin setti landingarforboð fyri at leggja trýst á Føroyar og Ísland í makrelstríðnum. Men nú taka norsku skipini grundarlagið undan forboðnum. Ikki bara hava norsku virkini mist fiskin frá føroyskum og íslendskum skipum. Nú missa tey eisini fisk frá norskum skipum, sum landa í Føroyum og Íslandi. Vit vilja hava eina loysn sum skjótast, sigur Geir Andreassen, stjóri í Fiskeri og Havbruksnæringens Landsforbund, við Fiskeribladet Fiskaren. Tað ber ikki til, at virkini einsamøll skulu taka á seg avleiðingarnar av landingarforboðnum, sigur hann. Felagið vil hava eina politiska loysn og, at flotin eisini stuðlar landingarforboðnum og landar í Norra. Tað ger ikki støðuna betri, at ES ikki letur við seg koma, sigur Geir Andreassen. Hon sigur at var samgonguskjalið hildið, so høvdu 15 prosent av vøkstrinum í inntøkunum hjá landskassanum verðið mótroknaðar í teirri 8,1 milliónini, sum blokkurin hækkar í ár. Grundað á tøl frá Fíggjarmálaráðnum vaksa inntøkurnar í 2013 væntandi so nógv samanborið við mettar inntøkur í 2012, at mótrokningin hevði verið nógv størri 8,1 milliónir krónur. Tí eigur ríkisveitingin als ikki at hækka í 2013. Tað sigur Kristina Háfoss í Tjóðveldi og limur í Fíggjarnevndini í álitinum um blokkin í 2013. Hon minnir á, at í samgonguskjalinum stendur, at í árligu økingini í ríkisveitingini verða 15 prosent av vanligu meirinntøkum landskassans mótroknaðar í økingini. Meirilutin í Fíggjarnevndini, umboðini hjá samgonguni, taka undir við uppskotinum hjá landsstýrinum um at hækka heildarveitingina upp í 632,2 milliónir krónur í ár. Minnilutin, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi, mæla frá at samtykkja uppskotið. Danska stjórnin arbeiðir við einum uppskoti, sum skal spara tvær milliardir av útreiðslunum til útbúgvingarstuðul. Ein broyting er, at nú skulu lesandi byrja víðari lestur áðrenn tvey ár eftir at tey eru liðug á miðnámsskúla. Gera tey ikki tað, missa tey rættin til at skifta lestrarfak, og framvegis fáa fult SU. Onnur broyting er, at um meira enn 6 mánaðir ganga, har tú ikki ert virkin í lesnaðinum, so missur tú eisini rættin til SU.Samstundis verður kravt, at tú tá skalt melda teg til øll fak og allar royndir. Eisini verður trýst lagt á tey lesandi um at skunda sær meira. Útbúgvingarstøðini skulu arbeiða fyri, at tey lesandi í 2020 lesa í miðal 3,7 mánaðir styttri enn tey gera í dag. Brúgvin er 40 ár, og dekkið er júst høvuðsumvælt, men grót og annað tilfar, sum fylgir við sterka streyminum undir brúnni ger, at betongsúlurnar spakuliga máast burtur. J og K Petersen ger arbeiðið, og fyrsti liður verður at leggja út grótverju sunnan fyri brúnna frá Streymoyarlandinum, og út móti siglingarrennuni. 6,6 milliónir krónur eru settar av yvir trý ár, og í ár verður arbeitt fyri umleið tvær milliónir. Ferjan má ikki kosta meira enn 50 milliónir krónur, og hon skal verða liðug í 2015. Fíggjarnevndin fekk málið eftir fyrstu viðgerð 12. oktober í fjør, og nevndin hevur viðgjørt málið á seks fundum. Ein samd nevnd tekur nú undir við málinum uttan viðmerkingar Tað boðar bulgarski forsetisráðharrin Boiko Borisov frá. Eg vil ikki sita í eini stjórn í einum landi, har politiið slær mótmælisfólk, hevur Borisov sagt við bulgarska parlamentið Í fleiri dagar hava fólk mótmælt harðliga framferðaháttin hjá mynduleikunum umframt at prísurin á streymi er nógv hækkaður. Og nú vil forsetisráðharrin ikki verða við longur. Tað er fólkið, sum letur okkum valdið og nú lata vit fólkinum valdið aftur, sigur Borisov, sum heldur ikki er sinnaður at vera partur av eini skiftisstjórn. Hevur ikki bøtt um støðuna Onki verður sagt um, hvør ætlaða parlmentsvalið í Bulgaria í juli mánað verður framskundað. Forsetisráðharrin sigur seg hava roynt at eftirlíka krøvunum hjá mótmælisfólkunum við at koyra fíggjarmálaráðharran frá og við at heita á el feløgini um at lækka prísirnar. Men tað hevur ikki bøtt um støðuna Í farna mánað vóru túsundtals illir bulgarar á gøtunum í høvuðsstaðnum Sofia og í 20 øðrum býum, har tey mótmæltu ovurhonds høgu el prísunum. Fólki krevur, at stjórnin tjóðartekur elveitingarfeløgini fyri at fáa tamarhald á el prísunum, men tað hevur stjórnin higatil noktað Vøksturin sæst serlia í útflutinginum av uppsjóvarfiski og alifiski. Í 2012 seldu vit uppsjóvarfisk og alifisk fyri 400 milliónir krónur meira enn í 2011. Av uppsjóvarfiski seldu vit serliga meir av makreli og svartkjafti. Útflutningurin av makreli vaks við 94 milliónum krónum, hóast nøgdin minkaði ellivu prosent. Sølan av svartkjafti vaks nógv í fjør, úr 16.000 tonsum í 2011 uppí 37.000 tons. Samlað útfluttu vit svartkjaft fyri 160 milliónir krónur, sum er meir enn tvífalt so nógv sum í 2011. Laksaútflutningurin er vaksin ein góðan fjórðing í nøgd, meðan virðið er vaksið tólv prosentum. Í 2012 útfluttu vit laks fyri omanfyri 1,8 milliardir krónur, sum er útvið 200 milliónir krónur meir enn árið fyri. Hetta er nærum tvífalt so nógv sum fyri tíggju árum síðani, tá alivinnan var í hæddini, áðrenn sjúka rakti, sum hevði við sær at vinnan nærum mátti byrja av nýggjum Útflutningurin var tilsamans 5,5 milliardir krónur í 2012, ið var áleið tað sama sum í 2011. Tey, sum stilla upp til landstingsvalið í Grønlandi, verða ikki longur útihýst frá øðrum sendingum enn tíðindasendingum í grønlendska kringvarpinum til valið hevur verið. Hendan skipanin er ikki longur tíðarhóskandi, tí valevni sleppa framat í øllum øðrum miðlum, ikki minst teimum sosialu. KNR vil vera partur av hesi menning, boðar kringvarpið frá. Neyðugt er tó at ansa eftir, at nøkur valevni ikki fáa betri sømdir, tað er meira tíð í útvarpi ella sjónvarpi, enn onnur, sigur Jan Berg, varastjóri og programmstjóri í KNR. Tá TV2 kom í Danmark í 1988, varð sokallaða sperritíðin strikað í Danmark. Tað er greitt, nú Mentanarnevndin hjá løgtinginum er liðug at viðgera uppskotið hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi. Flokkarnir mæla til, at øll rinda 0,58 prosent av skattskyldugu inntøkuni í kringvarpsgjaldi. Teir skjóta eisini upp, at lýsingarinntøkurnar hjá Kringvarpinum verða settar í ein miðlagrunn, haðani allir fjølmiðlar kunnu søkja stuðul. Meirilutin í Mentanarnevndini mælir frá at samtykkja uppskotið. Í meirilutanum eru nevndarlimirnir hjá samgonguni og Framsókn. Skal síggjast aftur Grungevingarnar fyri at mæla frá eru nógvar. Bjarni Djurholm, Jóna Mortensen og Edva Jacobsen siga, at tá fólk rinda beinleiðis fyri eina tænastu, eru tey meira tilvitað um tað, tey fáa fyri pengarnar og seta tí krøv. Tað ger eisini Kringvarpið tilvitað um áhaldandi at veita ta bestu tænastuna, siga tey. Verður kringvarpsgjaldið tikið saman við skattinum, missir landskassin meirvirðisgjaldið av kringvarspgjaldinum er ein onnur grundgeving hjá meirilutanum. Jenis av Rana vil hava kringvarpsgjaldið avtikið her og nú. Tíðin er farin frá statsriknu eystureuropeisku kommunistisku skipanunum og sokallaðu Public Service skipanini, sum ikki er annað enn vælkamuflerað statsstýrt heilavask, sigur formaðurin í Miðflokkinum. Vil hava sama gjald til øll Poul Michelsen sigur, at kringvarpsgjaldið eigur at vera tað sama hjá øllum, sum eru 18 ára ella eldri. Fólkapensjónistar eiga tó at gjalda minni ella einki. Øll skrásett virki, stovnar, felagsskapir og feløg, sum hava fólk í vinnu, eiga eisini at gjalda kringvarpsgjald, sigur Poul Michelsen, sum tó ikki setur nakað tal á. Gunvør Balle og Rigmor Dam taka undir við uppskotinum hjá flokkum teirra. Men tær hava eitt broytingaruppskot um miðlagrunnin. Pengarnir í grunninum skulu latast privatu miðlunum í stuðli til útbering og útbreiðslu. Í samrøðu við blaðstjóran á Sosialinum kallar Jenis av Rana, formaður Miðfloksins og samgongutinglimur, kringvarpsgjaldið fyri mentanarliga formyndaríið, har politiski myndugleikin tvangsútskrivar rokningar til hvønn einasta føroying og letur peningin í hendurnar á tilvildarligum tíðindafólkum at gera við, sum teimum hóvar, Tí vil Jenis av Rana avtakað kringvarpsgjaldið. Samstundis heldur formaðurin í Miðflokkinum at tað er óneyðugt við tíðindum á føroyskum, tí tey ungu leita sær eftir sjónvarpi á enskum, og útvarp vita tey ikki hvat er. Tíðin fór frá statsriknu eystureuropeisku kommunistisku skipanunum, tíðin er eisini fyri langari tíð síðani farin frá sokallaðu Public Service skipanini, sum ikki er annað enn vælkamuflerað statsstýrt heilavask, sigur Jenis av Rana um Public Service hugtakið Flokkurin hevur tí lagt uppskot fram um, at fiskiloyvi og føroyskir sáttmálar verða knýtti saman soleiðis, at tað verður ein treyt fyri at fáa fiskiloyvi, at manningarnar verða løntar eftir sáttmálum á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Javnaðarflokkurin sigur, at seinastu árini hava fleiri skip mynstrað við bíligari útlendskari manning, sum ikki verður lønt eftir føroyskum sáttmálum . Sambært lógini ber hetta til, so leingi skipini eru uttan fyri 12 fjórðingar, og ikki regluliga koma í føroyska havn. Løgtingið feldi fyri einum ári síðani eitt líknandi uppskot frá Javnaðarflokkinum, tí landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum og samgongumeirilutin í vinnunevndini helt tað vera óheppið, at løgtingið skuldi áseta lønarviðurskifti við lóg. Takksemi er í hvussu so er onnur orsøkin til, at íslendska stjórnin skipar fyri ráðstevnu um handilssamstarv við Føroyar tann 5.mars. Hin orsøkin er, at stjórnin vil styrkja samstarvið millum Ísland og Føroyar. Føroyska íslendska handilskamarið, sum varð stovnað í november í fjør, íslendska stjórnin og landsstýrið skipa fyri ráðstevnuni. Millum annað tveir íslendskir ráðharrar vera við á ráðstevnuni, Katrín Júlíusdóttir, fíggjarmálaráðharri, og Steingrímur J. Sigfússon, vinnumálaráðharri. Politikarar og vinnulívsfólk úr Føroyum vera eisini við. Toskaalingin fekk ongantíð tað ferð á seg sum laksurin hevur megnað. Hóast heimsins bestu nátúrligu fyritreytir, so er eingin sum torir at satsa uppá tosk í føroyskum sjógvi. Í Noregi er støðan ikki nógv betri. Har er talið á toskaalarum minka skjótt seinastu árini. Í dag er bara ein toskaalari, Codfarmers. Í løtuni sær út til at eisini Codfarmers fer fyri bakka. Leiðslan í fyritøkuni hevur í vetur stríðst fyri at finna eina loysn á trupulleikunum, men tað sær svart út. Takast av virðisbrævamarknaðinum Codfarmers hevur verið skrásett á Oslo Børs í fleiri ár, men nú roynir leiðslan at bjarga fyritøkuni, og eitt av tiltøkunum er at strika fyritøkuna á virðisbrævamarknaðinum. Í eini fráboðan til Oslo Børs í morgun, skrivar Codfarmers at eitt uppskot um at strika fyritøkuna á virðisbrævamarknaðinum kemur upp á aðalfundinum tann 13. mars. Og verður hetta samtykt, so verður søkt um at strika fyritøkuna. Samstundis verður sagt at hetta er eitt av tiltøkunum fyri at bjarga fyritøkuni, tí tað er kostnaðarmikið at vera skásettur á virðisbrævamarknaðinum. Løgtingið hevur samtykt, at Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, skal svara einum fyrispurningi frá Pálli á Reynatúgvu, løgtingsmanni, um fíggjarstøðuna hjá Búnaðargrunninum. Páll á Reynatúgvu vil hava at vita frá landsstýrismanninum, hvussu stórar upphæddir Búnaðargrunnurin hevur fráboðað sum krøv í trotabúnum eftir Lehman Brothers og Phoenix Kapitaldienst. Hann vil eisini hava at vita, hvussu nógvan pening Búnaðargrunnurin misti, tá grunnurin gjørdi íløgurnar. Sjálvur sigur Páll á Reynatúgvu í fyrispurninginum, at tøl hava verið frammi um, at Búnaðargrunnurin hevur mist mist millum 20 og 30 milliónir krónur. Hann spyr Jacob Vestergaard, um nøkur kanning er sett í verk, og um nøkur ábyrgd er gjørd galdandi mótvegis leiðsluni í Búnaðargrunninum. Løgtingið hevur samtykt, at landsstýrismaðurin í innlendismálum skal svara einum skrivligum fyrispurningi frá samgongufelaga sínum. Bjarni Djurholm, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, vísir á, at løgtingið í 2010 samtykti lóg um einkarrætt at byggja og reka Skálafjarðatunnilin. Men síðani felagið, sum arbeiddi við ætlanini, gav skarvin yvir, hevur tað hildið verið sjálvsagt, at landsstýrismaðurin fór at bjóða konsessiónina út alment. Bjarni Djurholm sigur, at nú bendir alt á, at tað verður ein samtak av fíggjarlium íleggjarum, sum fer at átaka sær at byggja, fíggja og reka tunnilin. Og tekur landsstýrismaðurin undir við hesi tilgongdini, verður tað sama samtak, sum eftir øllum skal gera av, hvør skal gera byggiarbeiðið. Hetta kann hava við sær, at føroyskir íleggjarar og ráðgevar sleppa ikki upp í part, sigur Bjarni Djurholm í viðmerkingum til fyrispurningin til Kára P. Højgaard. Harafturat kemur nakað av sterkum rúsevnum, MDMA, sum svarar til 1468 ecstasy tablettir, 74,3 gramm av amfetamini, eitt gramm av kokaini, 31 gramm av skunk, 213 hampplantur og 65 ritalin tablettir. Í 2011 roknaði politiið við í hagtølunum tá, at ein planta gevur 60 gramm av rúsevnum. Tá varð hald lagt á 56 plantur. Sambært tí geva 213 plantur 12 kilo og 780 gramm av rúsevnum. Í 2011 var hálið hjá tollarum og politinum munin størri, tá ræður um hash. Tá varð hald lagt á knappliga 17,5 kilo av hashi. Ikki fyrr enn tá er nýggjasta hoyringarfreistin farin. Hon skuldi vera 25.februar, men varð so longd til 1.mars.Jarðfeingi avgjørdi fyri einum mánað síðani at loyva einum felag, sum SEV og Magn ætla at stovna, loyvi at seta 13 myllur upp í Húsahaga. Men smápartafelagið Vindrøkt, sum eisini beyð seg fram, kærdi avgerðina til Kærunevndina í lendismálum. Vindrøkt krevur, at kæran fær steðgandi virknað og, at avgerðin hjá Jarðfeingi verður ógildað. Kærunevndin hevur hvørki tikið støðu til kravið um steðgandi virknað ella ógilding. Knappliga seks oyru eru á muni millum tilboðini. Prísurin hjá SEV er 31,6 oyru fyri kilowatttíman, og hjá Vindrøkt er hann 37,5 oyru. Roknað í mun til bruttotjóðarúrtøkuna, svara lønirnar frá uttanlandsvinnu til 6,5 prosent, skrivar Hagstovan. Samanborið við onnur lond í Evropa, eru Føroyar tað landið, sum fær nógv størsta ískoytið til búskapin frá lønum, sum verða tjentar uttanlands. Tølini frá Hagstovuni vísa, at síðan 2004 eru lønargjaldingarnar frá útlandinum øktar munandi. Í árunum 1998 til 2004 lá útlendska lønarinntøkan á hvørjum ári um stívliga 300 milliónir krónur, men síðan er hon vaksin á hvørjum ári í 2011 til 850 milliónir krónur. Útgjaldingin til útlendingar, ið eru løntir í Føroyum, eru eisini vaksnar nakað, men ikki eins nógv sum hinvegin. Í 2011 vórðu 185 milliónir krónur goldnar í løn til fólk, sum høvdu bústað uttan fyri Føroyar. Føroyska nettolønarinntøkan í 2011 var sostatt 665 milliónir krónur. Aftaná rokið sum kom burturúr tá fyrrverandi stjórin í Als, Ernst Jacobsen, fór frá, hevur stórur spenningur verið um hvussu áhugin man vera fyri at fáa hetta starvið. Ósemjan millum tann fráfarna stjóran og stýrið vísyti at partarnir ikki høvdu drigið somu línu í longri tíð. Nú er spurningurin hvussu samskifti millum stjóra og stýrið verður, tí stýrisformaðurin er nýggjur eisini. Stórur áhugi er fyri stjórastarvinum í ALS. Freistin at søkja starvið er farin, og ALS hevur fingið 36 umsóknir. Setanarbólkurin er longu farin til verka, og hann hevur eina viku til at gera tilmælið til stýrisfundin, sum verður týsdagin í næstu viku. Stýrið setur stjóran, og miðað verður eftir, at tað verður gjørt á stýrisfundinum. Eyðfinnur Jacobsen, formaður í stýrinum hjá ALS, sigur, at ætlanin er at seta starvið sum skjótast. Í setanarbólkinum eru fimm fólk, trý úr stýrinum, formaðurin og eitt umboð fyri løntakarar og eitt fyri arbeiðsgevarar, virkandi stjórin í ALS og eitt umboð fyri starvsfólkini. Tjóðveldi og Framsókn eiga uppskotið. Fyrsta viðgerð skuldi vera í oktober, men tá bóðu flokkarnir, sum eiga málið, um at fáa viðgerðina útsetta, tí Poul Michelsen í Framsókn var í farloyvi úr tinginum tá. Í oktober samtykti meirilutin í formansskapinum, tríggir av fýra, at mæla tinginum til at vísa uppskotinum burtur eftir at umsitingin hjá løgtinginum hevði løgfrøðiliga eftirkannað uppskotið. Tingið skal tí í dag fyrst atkvøða um tilmælið um burturvísing. Tingfundurin í dag er klokkan 11.00. Nú er aftur nýtt at hoyra frá føroyska bólkinum The Dreams. Í dag hava teir almannakunngjørt eitt nýtt sjónbandalag. Lagið, som hevur heitið Head down tired kanst tú síggja her . Einar 10 milliónir krónur eru brúktar ov nógv í fjør. Tað vísa tøl, sum kringvarpið hevur fingið innlit í. Landsstýrismaðurin í heilsumálum, Karsten Hansen, hevur fyrrapartin kunnað landsstýrið um yvirtrekkið. Ein fyribils uppgerð hjá Heilsumálaráðnum vísir, at brúktar eru 4,9 milliónir krónur meira til serviðgerð í fjør enn játtan er til. Men haraftrat manglar Heilsumálaráðið at fáa rokningar frá ymiskum viðgerðarstøðum, sum svara til einar 5 milliónir krónur. PFAS er evni, sum kann skaða immunverjuna hjá børnum. PFAS er mannagjørt evni, sum er leingi um at verða niðurbrotið og tí fer langa leið við luftini, regni og havstreymum og hópast upp í føðiketuni. PFAS er millum annað í vatni, fiski og hvali. Ein kanning, sum Umhvørvisstovan og Heilsufrøðiliga starvsstovan gjørdu í fjør, vísir, at lítið PFAS er í føroyska vatninum og í kannaðu matvørunum. Stakroyndir av fiski, eplum, mjólk og alifóðri vórðu kannaðar. Tað skrivar Norðlýsið við støði í tølum frá Heilsumálaráðnum. Av hesum vóru omanfyri 11.000 til persónliga viðtalu hjá læknavaktini á Landssjúkrahúsinum. Í 575 førum var koyrandi vaktin úti. Í Suðuroynni hevur læknavaktina avtalu við Suðuroyar Sjúkrahús á Tvøroyri. ætlanin er nú at gera eina líknandi avtalu við Klaksvíkar sjúkrahús, so sjúkrahúsið veðrur ein meira aktivur partur av kommunulæknavaktini. Landsstýrismaðurin í heilsumálum, Karsten Hansen, var í farnu viku á eftirmetingarfundi í Heilsumálaráðnum, har kommunulæknavaktin varð eftirmett. Karsten Hansen sigur við Norðlýsið, at hann er væl nøgdur við fundin, og at tað nú veðrur farið undir at fremja tær broytingar og betringar, sum skulu gerast í kommunulæknavaktini. Tað boðaði hann frá á tíðindafundi um vikuskfti, skrivar íslendska Morgunblaðið. Vinstrigrøni flokkurin hevur landsfund komandi vikuskifti, og tá fer Steingrímur J. Sigfússon at boða frá, at hann stillar ikki uppaftur til formansvalið. Steingrímur J. Sigfússon hevur verið limur í altinginum í 30 ár. Hann varð fyrstu ferð valdur á ting í 1983. Hann hevur verið formaður í Vinstragrøna flokkinum síðani flokkurin varð stovnaður í 1999. Steingrímur J. Sigfússon hevur í fleiri umførum verið ráðharri, og hevur umsitið eitt nú fíggjar og búskaparmál og fiskivinnumál. Í fjør gjørdist hann ráðharri í vinnumálum. Steingrímur J. Sigfússon er 57 ára gamal. Roknað verður við, at næstforkvinnan, Katrin Jakobsdóttir, tekur við sum forkvinna í flokkinum, nú Steingrímur Sigfússon gevst. Lærugreinirnar, næmingarnir skulu til landsroynd í, eru sum áður føroyskt, støddfrøði og náttúra og tøkni. Tað skrivar skúlablaðið á heimasíðuni. Leisturin er tann sami sum í fjør, og uppgávurnar til royndirnar í ár eru klárar.Ein broyting verður tó í ár samanborið við undanfarnu árini. Sum eina royndarverkætlan verða royndirnar hjá næmingunum í fimm skúlum talgildar. Hildið verður, at talgildingin hevur fleiri fyrimunir við sær. Millum annað kunnu úrslitini framleiðast munandi skjótari og einfaldari, og góðskan verður betri, tí eingin tøppar skeivt inn í sambandi við rætting. 715 759 skulu til roynd Eydnast royndarverkætlanin væl, verða allar landsroyndirnar frá 2014 talgildar hjá øllum næmingum. Í alt fara 1.474 næmingar til landsroynd í døgunum 29. apríl til 2. mai. 715 næmingar í 4. flokki og 759 næmingar í 6. flokki. Frágreiðingin um landsroyndarúrslitini í 2012 er ikki liðug enn. Hon verður væntandi liðug í mars, skrivar skúlablaðið. Norrøna skal komandi fýra vikurnar avloysa Smyril á farleiðini millum Suðuroynna og Havnina, meðan Smyril er í dokk í Danmark. Norrøna kom á Vág um sjey tíðina í gjárkvøldið. Sambært Dimmalætting kostar tað Strandferðsluni góðar 200.000 krónur um dagin at leiga Norrønu, umframt oljuna. Verður oljugjaldið lagt aftrat, fer leigan í alt at liggja um góðar 320.000 krónur um dagin. Tað kostar í fyrstu syftu eisini Vágs kommunu eina miljón krónur at Norrøna skal sigla á Vág, meðan Smyril er til eftirlit í Danmark. Nýggjar pullartar og fendarar Vágs kommuna skal leggja pengarnar út fyri nýggjar pullartar, sum eru neyðugir, og eisini skulu nýggir fendarar til, sum kunnu taka ímóti stoytinum frá skipinum. Arbeiðið kostar tilsamans um eina miljón krónur, harav kosta pullartarnir millum 6 og 700.000 krónur. Landsstýrið hevur sett 600.000 krónur av á fíggjarlógini fyri í ár til arbeiðið, og teir pengarnar fær Vágs kommuna aftur frá landinum. Norðurlendskt design er á veg inn á heimspallin, og tað eru tveir sniðgevar úr Føroyum sum hava gingið á odda, sigur Dorothea Gundtoft. Hon er samskipari av eini norðurlendskari framsýning á London Fashion Week. Hon hevur eisini skrivað bókina Fashion Scandinavia Contemporary School. Scandinavian Cool er eitt fyribrigdi sum mótaheimurin hevur bitið merki í, skrivar Aftenposten.no. Fyri fyrstu ferð nakrantíð hava norskir, svenskir, danskir og føroyskir sniðgevarar sett saman eina felags framsýning í samband við London Fashion Week. Aftenposten skrivar at Scandinavia er eitt hugtak sum hevur fest seg, og orsøkin til tað eru millum annað vælumtóktar danskar sjónvarpsrøðir sum Brotsgerðin og Borgin . Hesar røðirnar hava uttan iva sett norðurlond á breddan, og fólk hava fingið eina fatan av norðurlendskum sniði, í breiðum høpi, sigur Gundttoft til Aftenposten. Hygg bara eftir troyggjuni sum Sofie Gr aring bøl sum Sarah Lund brúkti í Brotsgerðini. Troyggjan, sum er sniðgivin av føroysku Guðrun ogGuðrun, gjørdist eitt sølufyribrigdi av teimum sjáldsomu. Tær eru sjálvandi við í London, sigur Gundtoft. Greinin um norðurlendsku sniðgevararnar í Aftenposten kann lesast her Ein maður varð um trý tíðina í nátt handitikin í Havn fyri at hava sligið eftir øðrum í bardaga í miðbýnum. Maðurin verður skuldsettur fyri brot á politiviðtøkurnar. Eisini á Tvøroyri varð løgreglan boðsend um hálvgum fýra tíðina, tí menn vóru farnir til hendurs. Løgreglan fekk tamarhald á støðuni og skilti partarnar at. Í allar flestu førum er rúsdrekka upp í leikinum, tá fólk fara til hendurs í býnum, sigur vakrthavandi á politistøðini í Havn. Koyrdi ávirkaður Um tvey tíðina leygarnáttina varð ein kvinna tikin í Havn fyri at koyra ávirkað av rúsdrekka. Og leygarnáttina um trý tíðina fekk løgreglan boð um innbrot í einum sethúsum í Fuglafirði. Løgreglan hevur kannað málið. Fleiri fráboðanir hava eisini verið um leysgangandi hundar. Ein hundaeigari hevur fingið bót fyri brot á hundalógina, tí ein hundur hansara, sum var lesyur, beyt ein annan hund, sum var í bandi. Løgreglan sigur, at trupulleikarnir við leysgangandi hundum eru rímiliga stórir. Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Vága kommunu luttók ídag á stýrisfundinum hjá kommunusamskipanini, sum einmælt samtykti, at Vága kommuna gerst nýggjur limur í KSF. Vága kommuna verður partur av KSF frá í dag at rokna, og luttekur í øllum virksemi felagsins framyvir, sigur kommunusamskipan Føroya í tíðindaskrivi í dag. Vága kommuna verður 9. limakommunan í Kommunusamskipanini. Fólkatalið í teimum 9 kommununum er nærum 38.000 fólk, ella 78 prosent av fólkatalinum í Føroyum. Fyrr í ár gjørdist Eysturkommuna partur av KSF. Formliga góðkenningin av limaskapinum hjá bæði Vága og Eysturkommunu fer fram á ársaðalfundinum hjá felagsskapinum, sum verður 5. apríl. Hinar 7 kommunurnar í KSF eru Tórshavn, Klaksvík, Runavík, Fuglafjørður, Tvøroyri, Vágur og Sandur. Sunleif Rasmussen f. 1961 Tveir kórsatsir við yrkingum eftir Karsten Hoydal Sóljurnar og náttin og Sig mær, hví er foldin føgur Nóatón, Johannes Rahe stj. Anders Hillborg f. 1954 Close Ups 1991 fyri klarinett og slagverk Martin Fr ouml st klarinett og Niklas Brommare slagverk Anders Hillborg Nursery Rhymes 1996 fyri klarinett og slagverk Martin Fr ouml st klarinett og Niklas Brommare slagverk Carl Nielsen 1865 1931 Tvey Fantasistykki , opus 2 fyri obo og klaver 1891 Max Artved obo og Jens Elvekjær klaver Carl Nielsen Pan og Syrinx , opus 49 1917 1918 Danmarks Radios Symfoniorkester, Gennady Rozhdestvensky stj. Anders Hillborg Tampere Raw 1991 Martin Fr ouml st klarinett og Roland P ouml ntinen klaver Jean Sibelius 1865 1957 Karelia Svita , opus 11 Filharmoniska orkestrið í Oslo, Mariss Jansons stj. Landsstýrið skal fyri tann 1.apríl leggja uppskot um játtanarkarmin fyri 2014 fyri løgtingið. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sigur, at málið hjá landsstýrinum er framvegis, at javnvág ella eitt lítið avlop skal vera í fíggjarlógini fyri 2016. Og tað er framvegis ein stór avbjóðing, sigur landsstýrismaðurin. Kjarnin í arbeiðinum við játtanarkarminum næstu fimm árini er at lata inntøkurnar nærkast útreiðslunum og fáa tær aftur. Kunnu ikki lata standa til Lata vit bara standa til, verður hallið í fíggjarlógini okkurt um 200 milliónir krónur um árið øll árini, sigur Jørgen Niclasen. Hvussu landsstýrið og samgongan ætla at stýra uttan um tað, vil Jørgen Niclasen tó ikki siga. Samgongan hevur longu havt nakrar fundir um játtanarkarmin og fleiri fundir vera, áðrenn uppskotið verður latið løgtinginum. Freistin hjá landsstýrinum er kanska nakað styttri í ár enn onnur ár, tí tað var ikki gamalt at hava tingfund í dymbildagavikuni, og hon byrar 25.mars í ár. Tveir nevndarlimir standa fyri vali á aðalfundinum hjá Starvsmannafelagnum tann 9.mars. Súni Selfoss, næstformaður, og Katrin Joensen standa fyri vali, og tey stilla bæði uppaftur. Harafturat stillar Karin Jacobsen, sum er tiltakslimur, upp til nevndarvalið. Um tú hevur ein spurning ella eitt evni, spyr so okkara gestir í sendingini, hvat tey halda. Fleiri møguleikar eru, har tú kanst skriva so til okkum. Telduposturin finst her ella far inn á heimasíðuna hjá Kringvarpi Føroya. Til ber eisini at spyrja, meðan sendingin koyrir leygarmorgun frá tíggu til ellivu. Tað kanst tú gera við at senda eini sms boð. Facebook, hvítar lygnir, elli, hvat er ein snobbur Hvat kyn hevur tað lættari Er tað rætt at finnast at uppalingini hjá øðrum Hvussu skal eg fáa mín tannáringadrong at skilja, at hann noyðist at hjálpa til við húsligu skyldunum Hetta eru evni, ið kunnu verða tikin upp í nýggju kjaksendingini, Also, í útvarpinum. Also er ein beinleiðis kjak sending, sum fer í luftina fyrstu ferð leygarmorgunin tann 16.02 klokkan 10 05. Tríggir engageraðir luttakarar kjakast um støður, sum vit øll annaðhvørt eru, hava verið ella onkuntíð kunnu koma í. Talan er um kjakarar, sum hava eina áskoðan, tora at siga sína hugsan, um enn hon er skeiv og kunnu vera hittinorðað. Tað verða skiftandi luttakarar, sum koma at kjakast, og í fyrstu sendingini luttaka Ása Andreasen, ein av eigarunum í Synergi, Halluja Sofus, bilmekanikari, og Elin Michelsen, sum arbeiðir við marknaðarføring og samskifti á Føroya Tele. Evnini í fyrstu sendingini eru bilakeyp, børn og fartelefonir og serligir innfluttir merkisdagar. Men hetta er so sanniliga eisini ein sending, har lurtarar kunnu luttaka. Hevur tú ein spurning, ein trupulleika ella bert eina viðmerking, so er bara at senda okkum eini sms boð á 224000, meðan vit senda, ella kanst tú skriva til okkara. Ongin trupulleiki er ov lítil ella ov stórur. Also fólkini hava eina meining um alt. Og minnist til, at tað finnast eingir býttir spurningar, men bara býtt svar. Mannfólk sum blíva fødd í dag kunnu í miðal vænt at blíva 79 ár. Tað er ein hækking á 7 ár í mun til 1985, tá livialdurin í miðal var 72 ár. Hagstovan skrivar, at kvinnur liva longst, og teirra livialdur er eisini vaksin. Í 1985 var miðallivialdurin hjá eini føroyskari kvinnu 79,4 ár. Føroyskar kvinnur føddar í dag blíva í miðal 85 ár. Har afturat eru nógv fleiri føroyingar sum blíva 100 ár ella meira í mun til fyrr. Í dag búgva 13 fólk í Føroyum sum eru 100 ár ella eldri. 12 kvinnur og 1 maður. Hetta er nógv samanborið við fyrr. Til dømis kann nevnast, at frá 1989 til ár 2000 var talið á føroyingum sum vóru 100 ár ella eldri millum tvey og trý fólk Privatu partaeigararnir í Atlantic Airways eiga at hava framíhjárætt til vinningsbýti og til útluting, um felagið verður avtikið. Hetta er uppskot, sum aðalfundurin hjá Atlantic Airways 8.mars skal taka støðu til. Sambært Atlantic Airways er uppskotið galdandi fyri vinningsbýti yvirhøvur og ikki bara í sambandi við møguliga avtøku. Uppskot um at broyta viðtøkurnar skjótast til ber Ein partaeigari í Atlantic Airways vil hava aðalfundin at áleggja nevndini skjótast til ber at leggja uppskot fyri aðalfund ella eykaaðalfund um at broyta viðtøkurnar hjá felagnum. Viðtøkurnar skulu broytast, so partaeigarar, sum hvør eiga minni enn 33 prosent av áljóðandi partapeninginum og tað eru privatu partaeigararnir hava framíhjárætt til at fáa útlutað vinningsbýti og útlúting í sambandi við avtøku. Á aðalfundinum 8.mars fer nevndin at skjóta upp, at fýra milliónir krónur verða latnar í vinningsbýti av yvirskotinum í 2012. Landið eigur meirilutan, 66 prosent, av Atlantic Airways. Vinningsbýtið hjá landinum verður tí góðar 2,6 milliónir krónur. Kringvarp Føroya hevur í dag sagt trimum fólkum úr starvi. Talan er tilsamans um tvey ársverk. Dia Midjord, stjóri, sigur, at uppsagnirnar eru liður í sparingum. Í desember mánaði segði Kringvarp Føroya tíggju ársverkum úr starvi. Samlaða sølan av fartelefonum var 1,7 prosent minni í 2012 enn í 2011. Hetta skrivar heimasíðan. Tað blivu samanlagt seldar 1 milliardir 764 túsund fartelefonir kring heimin í fjør, og tað eru 30 milliónir færri enn fyrraárið. Afturgongdin í søluni av fartelefonum kemur í kjalavørrinum av nøkrum árum við stórum vøkstri í søluni. Bæði í 2010 og 2011 vaks sølan av fartelefonum við ávikavist 39 og 11 prosentum. Snildar selja best Av teimum 1 milliard 746 túsund fartelefonunum, sum blivu seldar kring heimin í fjør, var tígginda hvør ein sokalla smart phone ella snild fon. Tað eru fartelefonir, sum kunnu brúkast til annað enn at ringja og sms a við. 208 milliónir snildtelefonir vórðu seldar í fjør. Harvið øktist marknaður fyri snild telefonir munandi. 38 prosent fleiri snild telefonir blivu seldar í 2012 í mun til 2011. Samsung selur best. Tað er telefon framleiðarin Samsung stóri vinnarin á fartelefon marknaðinum. Marknaðar parturin hjá Samsung fór úr 17,7 prosentum upp til 22 prosent. Samanlagt seldi Samsung 384 milliónir fartelefonir í fjør. Nokia seldi 90 milliónir fartelefonir færri í fjør enn fyrraárið og mátti lata sær lynda við annaðplássið. Appel lá á triðja plássinum við 7,9 prosentum av marknaðinum. Og flest hava føðingardag tann 23. september, meðan fægst hava føðingardag tann 20. februar. Tað er ein av niðurstøðunum, sum eru skásettar í skránni hjá Landsfólkayvirlitinum, sum Umhvørvisstovan umsitur. 48.186 fólk eru skrásett at búgva í Føroyum. Um javnt var býtt, høvdu 132 føroyingar havt føðingardag hvønn dag. Men soleiðis er tað ikki. Flest verða fødd í seinnu hálvu av september og í fyrru hálvu av oktober. Og fægst verða fødd í mars. Hoyr eisini samrøðuna við fólkalívsfrøðingin Jóan paula Joensen í Góðan Morgun Føroyar 23.686 løntakarar vóru í Føroyum í 2012. Hóast talið av løntakrum aftur er farið at vaksa, so eru framvegis 250 færri løntakarar enn í 2010. Í øllum sýslum er vøsktur í løntakaratalinum, undantikið í Sandoyar sýslu. Størsta framgodnin í 2012 var í Suðuroyar sýslu, har 120 fleiri løntakarar eru komnir aftrat. Í Sandoyar sýslu stendur talið í stað. Í 2012 vóru 4.000 løntakarar í fiski og alivinnuni, tað eru 350 fleiri enn í 2011. Feløgini góðtóku í gjárkvøldið eitt semingsuppskot frá Semingsstovninum, og sáttmálin verður undirskrivaður klokkan 11.00 fyrrapartin. Partarnir vóru fyrst og fremst ósamdir um lutin hjá manningunum í oljuútreiðslunum hjá skipunum. Fyri einari viku ásannaðu feløgini, at tey komu ikki á mál við vanligum samráðingum, og sendu tí boð eftir Semingsstovninum. Sjálv semingsroyndin byrjaði klokkan níggju í gjáramorgunin og 12 tímar seinni var komið á mál. Semingsmenn vóru Terji Sigurðsson og Símun Absalonsen. Í sambandi við avtøku eiga privatu partaeigararnir at hava framíhjárætt til at fáa vinningsbýti og útluting. Hetta er uppskot, sum aðalfundurin hjá Atlantic Airways skal taka støðu til. Ein partaeigari vil hava aðalfundin at áleggja nevndini skjótast til ber at leggja uppskot fyri aðalfund ella eykaaðalfund um at broyta viðtøkurnar hjá felagnum, so partaeigarar, sum hvør eiga minni enn 33 prosent av áljóðandi partapeninginum og tað eru privatu partaeigararnir hava framíhjárætt til at fáa útlutað vinningsbýti og útlúting í sambandi við avtøku. Fýra milliónir í vinningsbýti Landið eigur meirilutan, 66 prosent, av Atlantic Airways. Á aðalfundinum fer nevndin at mæla til, at fýra milliónir krónur av yvirskotinum í 2012 verða goldnar í vinningsbýti. Ein millión og 35.000 partabrøv eru í felagnum. Hvørt partabræv á 100 krónur fær 3,86 krónur í vinningsbýti. Aðalfundurin hjá Atlantic Airways verður í Sørvági tann 8.mars. Í dag kann ein norskur arbeiðsgevari við arbeiðsumhvørvislógini koyra ein persón til hús tá arbeiðstakarin gerst 70 ára gamal, uttan at grundgeva við øðrumm enn at persónurin er ov gamal. Talsmaðurin hjá Ap í pensjónsmálum, Steinar Gullv aring g, sigur í samrøðu við NRK at í dag virkar aldursmarkið sum ein stongsul fyri pensjónsnýskipan sum Noreg hevur innført. Í dag kunnu norðmenn gerast pensjonistar frá teir eru 62 ára gamlir til 75 ára gamlir. Men 70 ára markið í lógini forðar fyri at nýskipanin virkar. Tí heldur hann at tað er eitt gott hugskot at hækka aldursmarkið í lógini til 75 ár. Men hann heldur at ein gott kann fara longur, og als ikki hava nakað aldursmark í lógini. Hann heldur at partarnir á arbeiðsmarknaðinum kunnu semjast um hetta, tí aldur eigur ikki at vera ein orsøk tá fólk skulu gevast at arbeiða. Tá samgongan avgjørdi at lata Landsbankan aftur, boðaði Tjóðveldi frá, at so skjótt, flokkurin kom í samgongu, bleiv Landsbankin endurstovnaður. Men so leingi bíðar Tjóðveldi tó ikki. Tjóðveldi heldur tað ikki vera neyðugt at fara so langt, at neyðugt verður at endurstovna Landsbankan. Í staðin fyri mælir Tjóðveldi nú til, at Landsbankin ikki letur aftur. Tjóðveldi kom í gjár við lógaruppskoti um at strika lógina, sum sigur, at Landsbankin gevst 1.apríl í ár. Í løgtingið í komandi viku Í desember í fjør samtykti samgongan at avtaka Landsbankan, hóast øll, sum blivu hoyrd, mæltu frá, Felagið Peningastovnar tó undantikið, sigur Tjóðveldi. Tjóðveldi hevur eisini uppskot um, at Landsbankin, og ikki Gjaldstovan, skal umsita Samhaldsfasta og vera gjaldføris og skuldarumsiting landins, og at Landsbankin, ikki Fróðskaparsetrið, er skrivari hjá Búskaparráðnum, eisini eftir 1.apríl. Løgtingið fer at viðgera uppskotini hjá Tjóðveldi mikudagin í næstu viku. Tað er sera óheppið, at norsk skip landa lodnu og svartkjaft í Føroyum og í Íslandi. Tað segði norski fiskimálaráðharrin, Lisbeth Berg Hansen, á einum fundi hjá norska reiðarafelagnum í gjár. Samstundis sum norska stjórnin noktar føroyskum og íslendskum skipum at landa makrel í Norra, selja norsk uppsjóvarskip sínar lastir millum annað í Fuglafirði. Tað er sera óheppið, heldur fiskimálaráðharrin. ES og Noreg í parlagi Sambært Fiskeribladet Fiskaren sigur Lisbeth Berg Hansen, at norsku virkini, sum keypa uppsjóvarfisk, tóku undir við avgerðini um at nokta føroyingum og íslendingum at landa makrel í Norra, hóast forboðið kostar virkjunum rávøru. Tí er tað avgjørt umráðandi, at norsku skipini eru við og hjálpa norsku virkjunum, nú tey ikki fáa makrel frá føroyskum og íslendskum skipum. Tí eiga norsku skipini at landa í Norra, sigur norski fiskimálaráðharrin. Hon segði eisini at ongin loysn er funnin á málinum makrelkvotuna, og so leingi Ísland setur eina so høga kvotu, so er ikki talan um at slaka. Um Noreg hevði sett sær eina líka stóra kvotu sum Ísland, so var makrelstovnurin niðurfiskaður fyri langari tíð síðani, segði Berg Hansen. Hon legði afturat at hon er ómetaliga glað fyri at ES stuðlar Noregi, og at europeiska samveldi stendur saman við Noregi í bardaganum móti føroyingum og íslendarum um makrelstovnin. Johan Dahl landsstýrismaður upplýsti fyri tinginum ígjár, at hann fyrsta dagin fer at leggja uppskot fyri tingið hesum viðvíkjandi. Landsstýrismaðurin nevndi hetta í sambandi við at hann fekk munnligan fyrispurning um loftið fyri inngjaldingum til Als. Sum nú er rindar ongin meira enn 6.500 krónur í Als gjaldi. Tað vil siga, at tey, ið vinna oman fyri 525.000 krónur ikki rinda Als gjald fyri tað, tey vinna oman fyri hetta loftið. Jenis av Rana spurdi landsstýrismannin um ætlanir vóru um at hækka hetta loftið fyri á tann hátt at tryggja Arbeiðsloysisskipanini meira inntøku. Johan Dahl segði seg vera samdan, men vildi lata tað vera upp til Als stýrið og harvið partarnar á arbeiðsmarknaðinum at koma við útmeldingum til hvussu fleiri pengar kunnu koma inn í skipanina. Als stýrið tekur málið upp á fundi seinni í mánaðinum, segði Johan Dahl. Flestu tingfólkini, sum høvdu orðið í sambandi við fyrispurningin, taka undir við, at loftið burdi verið tikið burtur. Hvussu nógvar pengar hevur Búnaðargrunnurin mist upp á fyritøkurnar Lehman Brothers og Phoenix Kapital dienst, sum fóru av króranum fyri nøkrum árum síðan Tað vil tingmaðurin, Páll á Reynatúgvu, hava at vita frá landsstýrismanninum í landbúnaðarmálum. Tað hevur ljóðað, at Búnaðargrunnurin hevur mist munandi upphæddir í hesum spekulatiónsfyritøkum. Tøl hava verið frammi um eitt tap hjá Búnaðargrunninum upp á 20 30 milliónir kr, sigur Páll á Reynatúgvu í fyrispurningin til landsstýrismannin. Hann vil hava landsstýrismannin at svara, hvussu stórar upphæddir Búnaðargrunnurin hevur tilmeldað sum síni krøv í Lehman Brothers og Phoenix kapital dienst. Hann vil eisini hava at vita, um tapið hjá grunninum hevur havt við sær, at rentan á lánunum til føroyskar bøndur er hækkað. Phoenix Kapitaldienst fór av knóranum í 2005, meðan Lehman Brothers fór í gjaldssteðg í 2008. Kærunevndin í almanna og heilsumálum fær á hvørjum ári nógvar kærur, tí sjúkrahúsini hava givið noktandi svar upp á umbøn til fylgjarar til sjúklingar, sum skulu til viðgerð uttanlands. Tað var í 2009, at krøvini vórðu herd, og síðani er talið av kærum vaksið. Flestar kærur vóru í 2010, 20 í alt. Í 2011 vóru kærurnar 17 í tali og í fjør vóru kærurnar 12. Higartil í ár hevur Kærustovnurin fingið tvær kærur um fylgjarar. Broyta lógina Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, legði mánadagin eitt upprit fyri landsstýrið, har hann mælir til at broyta ásetingarnar í lógini. Landsstýrismaðurin vil hav staðfestb við loóg, at Sjúkrahúsverkið einans rindar fyri ein fylgjara. Tó kunnu frvik gerast, er talan um børn og ung undir 18 ár, tá skal vera loyvt at hava tveir fylgjarar, um tað verður mett neyðugt. Beint fyri døgurða boðaði norska løgreglan frá, at hon hevði tikið ein mann, sum í gjárkvøldið hótti við at søkja at stórtingsbygninginum í Oslo. Løgrelan hevur tí avblást átakið í miðbýnum í Oslo, og nu er bert vaktarhald við sjálvt Stórtingið. Tað var ein bussførari sum í gjárkvøldið var vitni til, at maðurin segði seg vera á veg til Oslo, og at ætlanin var at søkja at stórtinginum. Boðaði løgregluni frá Maðurin skuldi hava sagt tað sama við ein hýruvognsførara, tá hann var komin tikl Oslo. Løgreglan fekk boð um tað sum maðurin hevði sagt, og alt fyri eitt avbyrgdu stór løgreglulið miðbýin í Oslo, samstundis sum farið var at leita eftir manninum. Í nátt tók løgreglan ein mann, men hann varð latin leysur aftur, eftir at verða avhoyrdur. Fyrr í morgun segði løgreglan seg so leita eftir einum navngivnum manni, og klokkan 11 okkara tíð, var maðurin funnin Kunnu ikki rokna við at sleppa undan Eitt skifti var ivin stóru um hóttanina, og norska loyniløgreglan hjálpti løgregluni í Oslo við at kanna hóttanina. Eitt skifti ljóðaði eisini, at fregnartænastan var komin uppí málið. Men um middagsleitið matti norska løgreglan at hóttanin um atsókn var av. Norski forsætisráðharrin, Jens Stoltenberg var kunnaður um hóttanina í morgun, og hann segði at heldur ikki eitt land sum Noreg sleppur undan slíkum hóttanum, og ein dag kann tað vera álvari, og tí er neyðugt alla tíðina at vera á varðhaldi, segði Jens Stoltenberg. Á ytsta høgravongi Maðurin sum er tikin skal vera ein sum løgreglan kennir til frá fyrr av. Sambært fleiri keldum í Noregi, so er talan um ein persón sum verður settur í samband við ein bólk sum kallar seg Norwegian Defence League. Talan er um ein bólk av persónum sum politiskt eru á ytsta høgravongi. Einstakir av limunum himprast ikki við at brúka harðskap í málinum at vinna fram við sínum boðskapi. Tann handtikni hevur millum annað upptraðka sum myndama aring ður í samband við tiltøk sum hesin bólkurin hevur staðið fyri. Hópdrápsmaðurin aftanfyri 22. juli yvirgangin varð eisini knýttur til umhvørvi kring Norwegian Defence League og tann europeiska bólkin European Defence League. Tvøroyar kommuna hevur fingið 4,2 milliónir krónur aftur frá Taks. Tí partarnir hava gjørt semju, og Tvøroyar kommuna hevur tikið aftur sakarmálið. Tá Smyril kom í 2005, fór Tvøroyrar kommunu at gjalda mvg av einari inntøku, havnagjaldinum fyri Smyril, sum kommunan segði seg eiga, men ongantíð fekk. Tað segði Føroya rættur eisini, at kommunan átti inntøkuna. Men Eystari landsrættur segði tað øvugta. Landið skal ikki rinda havnagjald fyri Smyril á Tvøroyri. Dómurin í landsrættinum er endaligur Tvøroyrar kommuna vildi eisini vita, hvat Hægstirættur helt. Men kommunan slapp ikki at royna málið í Hægstarætti, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri. Dómurin hjá Landsrættinum er tí endaligur. Og so vildi kommunan sjálvandi hava meirvirðisgjaldið aftur, sum hon hevði goldið av pengum, hon ikki átti og ongantíð fær. Talan er um góðar fýra milliónir krónur. Stevndi Taks Í apríl í 2011 stevndi kommunan eftir meirvirðisgjaldinum fyri 2005 og 2006, 907.000 krónur, fyri at bróta fyrningarfreistina. Taks vildi ikki gjalda, fyrr enn málið um havnagjaldið var endaliga avgreitt í rættinum. Tað var tað síðst í mars í fjør. Nú er semja gjørd. Kommunan fær alt meirvirðisgjaldið, 4,2 milliónir krónur , tó uttan rentur, frá 2005 til fyrsta ársfjórðing í 2012, sigur Eyðun Joensen, leiðari á MVG deildini hjá Taks. Tjóðveldi og Framsókn vil hava tingið at biðja landsstýrið lata upp føroyska sendistovu í Nuuk. Ein sendistova í Grønlandi kann millum annað slóða fyri, at føroyskar fyritøkur fáa arbeiði í landinum. Tey nógvu ráevnini í Grønlandi hava fingið nógv lond at sýna landinum áhuga og fyritøkur vilja gera stórar íløgur í ráevnisvinnuna. Eisini í Føroyum er áhugi. Og hálvan apríl skipar Føroya Arbeiðsgevarafelag fyri vinnuferð til Grønlands. Kaj Leo H. Johannesen, løgmaður, verður við í ferðina. Tingfundurin í byrjaði klokkan 11.00. Fundurin byrjar við ófráboðanum spurningum til landsstýrið. Tað var niðurstøðan eftir fund í trygdarráðnum í gjár.ST sendiharrin hjá USA, Susan Rice, sigur, at økt trýst verður lagt á Norðurkorea, og landið verður enn meira avbnyrgt, tá tiltøkini ímóti landinum verða herd upppaftur meir. Limirnir í trygdarráðnum fordøma spreingingina, sum er ímóti øllum samtyktum í ST, sigur suðurkoreanski uttanríkisráðharrin, Kim Sung hwan, nú Suðurkorea situr við formansskapinum í ST í februar. Stýrið í Norðurkorea sigur, at spreingingin var trygg og væl fyriskipað. Men allastaðni kring heimin eru fólk í øðini, tí talan er um greitt brot á samtyktirnar hjá ST um kjarnorkuspreingingar, sigur formaðurin í Altjóða Kjarnorkunevndini, Yukiya Amano. ES eisini hvassorðað Eisini uttanríkisráðharrin í ES, Catherine Ashton, finst hvassliga at spreingingini, sum hon sigur vera eina álvarsliga hóttin ímóti friðinum á koreansku hálvoynni, og til ampa fyri trygdina í heiminum. ST nevndin sum arbeiðir ímóti útbreiðslu av kjarnorkuvápnum sigur, at spreingingin í gjár, var tvær ferðir so sterk sum seinasta reoyndarspreingingin, sum Norðurkorea gjørdi í 2009. Avlopið fyri skatt var 10,4 milliónir krónur minni enn í 2011. Man sambært felagnum kostaðu veðrið í juli og skaðin, sum Airbus flogfarið fekk í desember, átta milliónir krónur. Umsetningurin hjá Atlantic Airways var 501 illiónir krónur í 2012, 66 milliónir meira enn í 2011. Eginpeningurin er nú 247 illiónir krónur og solvensurin 49 . Fýra milliónir krónur til partaeigararnar Nevndin í Atlantic Airways skjýtur upp, at partaeigararnir fáa fýra milliónir krónur í vinningsbýti. Íløgan í nýggja flogfarið gjørdi, at kapitalkostnaðurin hjá Atlantic Airways øktist 13 milliónir krónur. 267.000 fólk flugu við flogførunum og tyrlunum í fjør, 7.000 fleiri enn í 2011. 15.000 fleiri flugu til Føroya ella úr Føroyum í fjør enn árið fyri. Men færri leiguflúgvingar vóru í 2012 enn í 2011. 28.mars vera 25 ár, síðani føroyska flogfelagið fleyg sína fyrstu ferð úr Vágum til Keypmannahavnar. Í juni kemur eitt Airbus flogfar afturat í flotan hjá Atlantic Airways. Vágs kommuna hevur játtað 600.000 krónur, til nýggja langhylin sum verður gjørdur í Vági. Neyðugt var við eykajáttan, tí eingir pengar eru settir av á fíggjarlógini. Vágs kommuna hevur játtað at veita stuðul til svimjihylin, og brúk er fyri 600.000 krónur í ár til arbeiðið, sum er byrjað. Norska løgreglan fekk seint í gjárkvøldið fleiri fráboðanir um, at ein maður í skottryggum vesti og eini stórari tungari tasku var á veg til Oslo. Hann skal bæði í einum bussi og einum hýruvogni hava sagt, at hann skuldi sprongja Stórtingið í luftina. Løgreglan kringsetti Stórtingsbygningin og avbyrgdi eitt stórt øki kring norska tingbygningin í nátt. Í býarpartininum Lambertseter blivu fólk vakt í nátt og koyrd til tryggari pláss í bussum, tí løgreglan metti, at maðurin, sum hótti, var í eini íbúð í økinum. Maðurin bleiv handtikin umleið klokkan 4 føroyska tíð. Løgreglan heldur seg hava fingið fatur í manninum sum hótti, men framvegis er økið kring Stórtingið avbyrgt. Í løtuni er ógreitt, hví hóttanin um atsóknina móti Stórtinginum kom. Magnus Heinason varð lagdur í fjør, tí klassin kravdi umfatandi umvælingar og ábøtur, sum tilsamans kostaðu fýra milliónir krónur. Henda upphædd varð tikin av rakstrinum, undantikið 600.00 krónur, sum kom sum eykajáttan á heysti í 2012. Hetta gjørdi at siglingarætlanin varð munandi skerd í 2012, og verður partvíst eisini skerd í ár. Fyrsta túrin í morgin Havstovan skrivar, at Magnus Heinason í morgin fer sín fyrsta túr í hesum árinum. Talan er um ein sokallaðan hydrografiskan túr, har hiti, salt og onnur umhvørvistøl verða máld. Hesar kanningar verða gjørdar tríggjar ferðir árliga fyri at fylgja broytingunum í havinum kring Føroyar. Tá ið hesin hydrografiski túrurin er av, fer Magnus Heinason á yvirlitstrolingar á landgrunninum. Vágs kommuna skal leggja pengarnar út fyri nýggjar pullartar, sum eru neyðugir, og eisini skulu nýggir fendarar til, sum kunnu taka ímóti stoytinum frá skipinum. Arbeiðið kostar tilsamans um eina miljón krónur, harav kosta pullartarnir millum seks og sjey hundratúsund krónur. Landsstýrið hevur sett 600.000 krónur av á fíggjarlógini fyri í ár til arbeiðið, og teir pengarnar fær Vágs kommuna aftur frá landinum. Kommunan hevur játta upphæddina Vágs kommuna játtaði pengarnar á fundi í gjárkvøldið, og kommunan metir pengarnar sum eina íløgu í framtíðar virksemið hjá Vágs havn. Norrøna fer at sigla á Vág 18. februar, og skal sigla í ein mánað ímillum Vág og Tórshavn, meðan Smyril er til eftirlit. Á skránni verður val av nýggjum stýri. Nýtt stýri skal veljast hvørja ferð kommunuval hevur verið. Veljast skulu sjey limir í stýrið, eitt umboð fyri hvørja sýslu í landinum. Kreppa er i norska línuflotanum, tí prísurin á toskinum er so lágur at tað loysir seg ikki at loysa. Á Godøya, ið er kend fyri sínar nógvu línubátar, fækkast nú talið á skipum. Godøya liggur í Sunnmøre á norsku vesturstrondini, og er væl kend millum føroyskar fiskimenn. Í dag skrivar Sunnmørsposten at enn eitt línureiðarí velur at draga línuna inn fyri seinastu ferð. Talan er um brøðurnar Dyb, ið nú selja línubátin Ny Argo. Reiðaríðið hevur verið virkið síðani 1918. Seinnu árini hava fimm brøður rikið skipið. Tað sum nú gjørdi at teir valdu at gevast, er tann óvanliga lágið toskaprísurin. Magne Dyb, skipari og reiðari, sigur í samrøðu við Sunnmørsposten, at sum prísurin hevur verið hetta seinasta tíðarskeiðið, so loysir tað seg ikki longur. Hann sigur at teir hava fingið einans 13 14 krónur kilo fyri stóran og góðan tosk. Nú eru bara fýra bátar eftir á Godøya sum kunnu fiska við línu ella gørnum á opnum havi. Fyri 10 15 árum síðani var talið 12, og Godøya var kalla fyr størsta línuplássið í Noregi. Tað eru ikki bara tosakprísirnir sum eru orsøkin til at færri bátar eru. Eisini hevur politiski myndugleikin lagt til rættis so fleiri skip hava lagt saman kvoturnar. Í 2000 broytti norska stjórnin lóggávuna so ein bátur kundi fiska við trimum kvotum. Í dag er loyvt at knýta fimm kvotur uppí ein bát. Lági toskaprísurin ger tað nú lættari hjá teimum størri reiðaríunum at yvirtaka tey feløgini sum ikki megna kreppuna. Spreingingin varð máld til 4,9 á Richter stiganum, og at byrja við varð hildið, at talan var um eina jarðskjálvta. Amerikanski forsetin, Barack Obama, nevnir norðurkoreansku spreingingina at vera eina ágangandi framferð, sum ikki kann góðtakast. Hann sigur, at spreingingin er ein hóttan ímóti USA, og hóttir trygdina og friðin í heiminum. Og amerikanski forsetin vil hava heimsins lond at taka neyðug stig. Finnast at leiðsluni Rusland finst eisini hvassliga at norðurkoreansku royndarsperingingini. Ein kelda í russiska uttanríkisráðnum sigur, at stjórnin fordømir spreingingina og sigur norðurkoreanska stigið vera brot á allar altjóða avtalur. Bretski uttanríkisráðharrin, William Hague, finst eisini at Norðurkorea, samstundis sum Ban Ki Moon ST aðalskrivari, sigur seg vera ovfarnan av, at Norðurkorea ikki ger eftir áheitanini, um at gevast við kjarnorkuroyndarspreingingunum. Tað sum Norðurkorea hevur gjørt, er greitt brot á allar samtyktir hjá ST trygdarráðnum, sigur Ban Ki Moon. Kreppufundur í Tokyo Japanska stjórnin kom saman til kreppufundar so skjótt sum spreingingin var almenn, og eftir fundin gav stjórnin hernaðarflogførum boð um at lætta, fyri at kanna hvussu nógv geislavirkni var í luftini. Serfrøðingar siga, at Norðurkorea eftir øllum at døma arbeiðir við at løða rakettir við kjarnorku, og eydnast tað, so er vandi á ferð í Japan, á fleiri amerikanskum herstøðum í Kyrrahavinum og í sjálvum USA. Trygdarráðið hjá ST kemur saman at viðgera norðurkoreansku spreingingina klokkan tvey føroyska tíð. Í dag er tað soleiðis í Damnark, at um ein kvinna, í einum samkyndum parlagi, verður við barn, við hjálp frá ísáðing, noyðist hin kvinnan í parlagnum at søkja um at ættleiða barnið, fyri at gerast viðurkend sum foreldur. Og verður mamman í samkynda parlagnum við barn við einum kendum donori, so er kann hin kvinnan í fyrsta lagi søkja um ættleiðing eftir tvey og eitt hálvt ár. Vit ynskja at eina uppgerð við skrivstovuputl og niðrandi krøv. Tað mest umráðandi fyri eitt barn, sum kemur til verðina, er at verða elskað og fáa umsorgan, sigur danski sosial og integratións ráðharrin, Karin Hækkerup frá sosialdemokratunum, í samrøðu við Politiken. Stjórini skýtur upp, sambært Politiken, at báðar kvinnurnar beinavegin blíva foreldur løgfrøðiliga, um samkynda parið er vorðið við barn við hjálp av einum ókendum sáð donori. Um sáðið er latið av einum manni, sum parið kennir, kunnu maðurin og samkynda parið frammanundan gera avtalu um, at tað eru báðar kvinnurnar, sum løgfrøðiliga eru foreldrini hjá barninum. Danska LGBT felagið kallar uppskotið framúrskarandi . Serliga glað eru tey um, at tvey og eitt hálvt ára reglan verður slept. Longu nú er meirlutin í fólkatinginum fyri uppskotinum, tí Eindarlistin tekur undir við tí. Latínamerikkonsku londini ætla sær at bróta europeiska einkarrættin um pávan, tá nýggjur pávi skal veljast fyri teir 1,2 miljónir katolikkarnar í heiminum. Italski einkarrætturin varð brotin í 1978, tá polakkurin, Johannes Páll annar varð valdur. Og nú halda fólk í Latínamerika, at tíðin er komin til teirra. Tíðin er komin til at velja ein pava úr einum helt øðrum landi, sigur erkabiskupurin í Guatemala, Oscar Julio Vian Morales við fronsku tíðindastovuna, AFP. Úr Sao Paolo Tá Joseph Ratzinger, varð valdur Bænadikt sekstandi pávi í 2005, fekk Jorge Mario Bergoglio úr Argentina næstflestar atkvøður. Nú vænta fólk at 63 ára gamli brasilski erkabiskupurin í Sao Paolo, Odilo Scherer, hevur best møguleikar at gerast pávaevni fyri fólkið í Latínamerika. Samstundis verður nógv tosað um, at nýggi pávin ikki skal vera úr Europa. Ella kanska Suður Afrika Europa er í dag troytt mentanarliga, og tað kemur til sjóndar í kristinlívinum í Europa, sigurn biskuppurin í fatima í Portugal, Antonio Marto. Sami troyttleiki sæst ikki í Afrika og í Latínamerika. Tí er helst neyðugt at velja ein páva, sum dugir at síggja heimin uttanfyri Europa, sigur hann. Sami boðskapur kemur frá Wilfrid Napier, kardinali í Suðurafrika. Eg haldi at hesuferð eru møguleikar at finna ein páva á syðri hálvkúlu, tí har finnast fleiri lovandi evn, sigur hann. 42 prosent av heimsins katolikkum búgva í spanskttosandi latínamerika, og bert 25 prosent í Europa. Hetta sigur Kaj Leo Holm Johannessen, løgmaður, í svari til fyrispurning frá Poul Michelsen, tingmanni, viðvíkjandi føroyska loftrúminum. Løgtingið samtykti 2. mai í fjør at yvirtaka loftrúmið yvir Føroyum, og Poul Michelsen hevur tí spurt løgmann hvussu gongur við hesum arbeiði. Løgmaður upplýsir, at tað verður arbeitt á embætisstigi við at gera eina frágreiðing um økið, og áðrenn tað arbeiðið er liðugt, kundi hann ikki svara teimum ítøkiligu spurningunum frá Poul Michelsen, eitt nú um hvussu nógv flogfør flúgva gjøgnum føroyskt loftrúm, hvat hesi flogfør gjalda fyri tað og hvussu nógv arbeiðspláss tað fer at skapa í Føroyum at yvirtaka málsøkið. Ongar ætlanir Dansk føroyski embætisfólkabólkurin hevur have ein fund og heldur sín næsta fund 28. februar. Einaferð seint í vár verður frágreiðingin væntandi liðugt. Ikki fyrr enn tann frágreiðingin er tøk, kann støða takast til, hvussu farið verður víðari við løgtingssamtyktini um at yvirtaka føroyska loftrúmið, sigur løgmaður í svari sínum. Men hann kundi tó tryggja spyrjaranum, at danska flutningsmálaráðið ikki hevur ætlanir so leingi fyrireikingararbeiðið er í gongd at gera avtalur, ið kunnu forða fyri eini møguligari føroyskari yvirtøku. Tað mesta kom í fjør, 16,6 milliónir krónur, upplýsir Jarðfeingi. Talan er um víddargjøld. Tá oljufeløg fáa leitiloyvi, er ásett í loyvunum, hvussu stórt øki loyvið umfatar. Fyri økið skal rindast eitt víddargjald. Tey fyrstu seks árini av loyvistíðini er árliga gjaldið 500 krónur fyri ferkilometurin. Síðani hækkar gjaldið hvørt ár til tað eftir 16 árum er 35.000 krónur fyri ferkilometurin. Fyrstu loyvini at leita eftir kolvetni í føroysku undirgrundini vórðu latin í 2000. Semingsstovnurin varð boðsendur hósdagin, tí feløgini kundu ikki semjast um lutin hjá manningunum í oljuútreiðslunum hjá skipunum. Terji Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at teir hava tosað við feløgini fríggjadagin og um vikuskiftið. Seinnapartin og í kvøld verður aftur fundur við reiðararnar og í morgin við manningarfeløgini. Terji Sigurðsson sigur, at tað átti ikki at verið trupult at fáa semju millum partarnar. Hin semingsmaðurin er Símun Absalonsen. Maðurin skal sita avbyrgdur í 14 dagar, meðan løgreglan kannar málið. Talan er um næststørstu nøgdina av hogplantum sum løgreglan hevur lagt hald á. Eftir tí sum donsku myndugleikarnir hava roknað út, so kundi verið talan um 12 kg av hashi, um planturnar sluppu at vaksa seg stórar. Prísurin fyri eitt gram av hashi í Føroyum er einar 200 til 250 krónur, so talan kundi verið um eina sølu á áleið 2,4 til 3 miljónir krónur. Fleiri plantur tiknar Í einum øðrum átaki í gjár, legði løgreglan hald á nakrar hogplantur aftrat. Eingin er tikin í tí málinum, men tað verður gjørt, sigur Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini. Um samband er ímillum hogplanturnar á teimum báðum plássunum, er eikki greitt enn. Málið fer fram fyri afturlætnum hurðum í rættinum, og tí er ikki meir at frætta í løtuni. Tað er italska tíðindastovan, Ansa, sum ber tíðindini. CNN skrivar, at ein talsmaður fyri Vatikanið hevur váttað tíðindini. Sambært tí sum er upplýst, leggur pávin frá sær 28. februar. Eg havi ikki styrkini longur til at halda fram í hesum kallinum. Eftir fleiri ferðir at hava kannað mína samvitsku yvirfyri Guði, so eri eg komin til at eg ikki havi styrki orsakað av mínum aldri til at halda fram við arbeiðnum, sigur hann í einum skrivi sum Radio Vaticana hevur lisið upp Bænadikt pávi tók við embætinum 19. apríl í 2005, eftir at John paul, pávi andaðist 2. apríl sama ár. Ikki síðani miðøldina Bænadikt tann sekstandi er 85 ára gamal, føddur í Týsklandi, og hevði navnið, Joseph Aloisius Ratzinger, áðrenn hann gjørdist pávi. Tað er ikki hent síðani í miðøldini, fyri fleiri enn 500 árum síðani, at ein pávi hevur lagt frá sær. Nógv órógv hevur verið í katólsku kirkjuni meðan Benadikt sekstandi hevur verið pávi. Ein gøla fyri og onnur eftir um misnýstlu av børnum, hevur fylt nógv, og støðan er ikki betri av at katólska kirkjan hevur skákað sær undan ábyrgdini. Tá pávin í gjár kunnaði kardinalarnar um avgerðina at fara frá sum pávi, segði Benadikt sekstandi, at øll eru syndarar. Tá pávin hevur lagt frá sær tann 28. februar, skulu kardinalarnir velja nýggjan páva. Italska tíðindastovan ANSA skrivar fyri løtu síðani at Bænadikt pávi tann 16 leggur frá sær. Tann 85 ára gamli pávin bleiv valdur til páva tann 19. apríl 2005. Norskir reiðarar himprast ikki við at selja sína lodnuveiðu í Føroyum, um føroyingar kunnu geva ein betri prís. Tað skrivar Fiskeribladet Fiskaren í dag. Felagið hjá norsku fiskavirkjunum, Fiskeri og havbruksnæringens Landsforening, FHL, ilskast inn á norsku skipini, sum landa lodnu í Føroyum og Íslandi fyri tíðina. Blaðið veit at siga, at fýra norskar lastir við lodnu úr Barentshavinum og tríggjar við íslandslodnu eru landaðar í Føroyum higartil í ár. Selja til besta prís FHL harmast inn á, at reiðararnir ikki vilja stuðla áheitanini um at boykotta Føroyar og Ísland, tá norsku virkini nú nokta fyri at taka ímóti lodnu frá føroyskum og íslendskum skipum. Felagið hjá norsku móttøkuvirkjunum staðfestir, at norskir reiðarar eftir øllum at døma hava størri áhuga í at fáa eina góða úrtøku, enn at stuðla norsku móttøkuvirkjunum. FHL harmast eisini um, at ES ikki kann taka seg saman at seta í verk ein líknandi stongsul av Íslandi og Føroyum. Norski reiðarin Heine Møgster sigur við Fiskaren, at so leingi sum einki alment forboð er sett norskum skipum at landa í Føroyum og Íslandi, so fara skipini framhaldandi at landa fiskin har, sum tað loysir seg best fyri tey. Audun Mar aring k, stjóri í norska reiðarafelagnum sigur við blaðið, at ongar ætlanir eru um at nokta norskum skipum at landa lodnu í Føroyum og Íslandi. Mar aring k vísir eisini á, at tað framhaldandi er so, at Norsk fiskavirkir fáa tvífald so nógvan fisk frá útlendskum skipum, enn norsk skip avreiða í útlendskum havnum. Vit kunnu kappast í prísi Odd Eliasen, stjóri á Havsbrún í Fuglafirði sigur við útvarpið, at Havsbrún hevur tikið ímóti fimm lodnulastum frá norskum skipum í ár. Hetta er ikki nógv, sæð í mun til móttøkuorkuna, sum Havsbrún hevur. Í prísi kann Havsbrún bjóða nakað tað sama sum norsku virkini. Tey norsku skipini, sum hava landað í Fuglafirði, hava gjørt tað, tí tað hevur passa teimum væl í mun til hvaðani tey koma og hvagar tey skulu aftaná. Vit eru kappingarfør í prísi. Tað er so einfalt, at eru vit ikki kappingarfør við virkini uttan um okkum, so fáa vit ongan fisk, staðfestir Odd Eliasen, stjóri á Havsbrún. Skotar fáa ikki av sær sjálvuym lut í altjóða avtalum, og limaskap í eitt nú ES, Nato, Altjóða Valutagrunninum, IMF ella í heimsbankanum. Skotar verða noyddir at søkja um limaskap av nýggjum. Tað gera tveir serfrøðingar í altjóða rætti greitt í eini frágreiðing, eftir at skotar eru farnir at tosa um sjálvstýri. Bretska stjórnin og David Cameron, forsætisráðharri hava vaklt at almannakunngera alla ta 57 síður longu frágreiðingina, og tað verður mett sum sera óvanligt. Velja skotar at taka sjálvstýri, so verður tað bert tann parturin sum verður eftir av Bretlandi, sum kann halda fram undir verandi skipanum í mun til altjóða rætt, eru boðini úr Downing Street. Tað eru professararnir, James Crawford frá universitetinum í Cambridge og Alan Boyle frá universitetinum í Edinburgh, sum hava gjørt frágreiðingina. Blaðið The Scotsman almannakunngjørdi herfyri eina meiningakanning, og hon vísti at 32 prosent av skotum fara at atkvøða fyri sjálvstýri, 47 prosent eru ímóti og 20 prosent hava ikki tikið støðu til spurningin. Hóast munurin ikki er tann stóri, 23 minuttir, so arbeiða menn meir enn kvinnur vísur kanning. Tá er alt arbeiði talt við, bæði á arbeiðsplássinum og heima við hús. Tað er niðurstøðan í einari kanning, sum Rockwoolfondens Forskningsenhed hevur gjørt. 7075 fólk eru við í kanningini, sum Søndagsavisen skrivar um. Á arbeiðsplássunum eru menn í miðal tríggjar tímar og 49 minuttir um dagin, kvinnur tveir tímar og 28 minuttir, munurin er ein tími og 21 minuttir. Nógvar kvinnur arbeiða niðursetta tíð og fleiri kvinnur enn menn arbeiða hjá tí almenna, har sum miðalarbeiðstíðin er nakað styttri enn í privatu vinnuni. Menn hava kortini ikki so langan arbeiðsdag sum teir høvdu fyrr. Men nú gera menn meira til nyttu heima við hús. Í 1964 arbeiddu menn bara 29 minuttir um dagin heima við hús, tað talið er nú tveir tímar og 17 minuttir. Hatta er í Danmark. Føroyingar arbeiða mest niðursetta tíð samanborið við hini Norðurlondini. Tað vísa hagtølini fyri Norðurlond fyri 2011. Tølini siga at meira enn 60 prosent av føroysku kvinnunum arbeiða niðursetta tíð. Næstar á listanum eru norsku kvinnurnar, 40 prosent av norsku kvinnunum arbeiða niðursetta tíð. Eisini føroyskir menn eiga norðurlendska metið í at arbeiða niðursetta tíð. Sambært tølunum frá 2011 arbeiða 15 prosent av føroysku mannfólkunum niðursetta tíð. Fólkateljingin í 2011 sigur, at 54 prosent av kvinnunum arbeiða minni enn 35 tímar um vikuna. Umhvørvisstovan sigur, at í føstulávintssmyrsli eru fleiri litevni enn í smyrsli annars. Smyrslið er í høvuðsheitum ikki skaðiligt um nøkur ráð verða fylgd. Smyrsl, ætlað børnum, skal vera CE merkt. Ein vøra kann tó, hóast hon er CE merkt, hava evni, sum kunnu elva til ovurviðkvæmi, eitt nú anga ella haldevni. Fyri at minka um vandan er tí best at keypa smyrsl uttan anga, sigur umhvørvisstovan. Øll smyrsl eiga at hava eina vørulýsing, so til ber at sleppa undan evnum, sum børnini ikki tola, sigur Umhvørvisstovan eisini. Ráðini eru bara at keypa andlitsmáling, sum er CE merkt, ikki keypa andlitsmáling, har eingin nýtsluvegleiðing er við, ikki brúka smyrsl við anga. Angi eitur vanliga parfuma ella aroma í vørulýsingini. So er ráðini eisini at smyrja vætukrem á andlitið, áðrenn andlitsmálingin verður løgd á, og vaska andlitsmálingina væl og virðiliga burtur, tá liðugt er at ganga grýla. Brúka vatn og sápu til at taka burtur vatngrundað smyrsl, og reinsikrem til at taka burtur feittgrundað smyrsl. Á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni eru fleiri upplýsingar um føstulávintssmyrsl. Tað eru Tjóðveldi og Framsókn eiga uppskotið. Fyrsta viðgerð skuldi vera í oktober, men tá bóðu flokkarnir, sum eiga málið, um at fáa viðgerðina útsetta, tí Poul Michelsen var í farloyvi úr tinginum tá. Í oktober samtykti meirilutin í formansskapinum, tríggir av fýra, at mæla tinginum til at vísa uppskotinum burtur eftir at umsitingin hjá løgtinginum hevði løgfrøðiliga eftirkannað uppskotið. Tingið skal tí fyrst atkvøða um tilmælið um burturvísing á fundinum í morgin. Løgtingið skal eisini hava aðalorðaskifti um integratiónspolitikk, um, hvussu útlendingar, sum flyta til Føroya, gerast partur av føroyska samfelagnum. Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, leggur fram eina frágreiðing um tað mikudagin 20.februar. Her á kringvarpinum vilja vit fegin geva tær høvið at senda okkum tína bestu mynd frá føstuni. Vit savna síðani innkomnu myndirnar saman í eitt myndasavn, um nóg mikið av myndum verða sendar okkum. Hóast fastalávint fyrst og fremst er ein barnahátíð, so kunnu tit vaksnu eisini senda okkum myndir, tí myndir av vaksnum og barnsligum sálum eru sjálvandi eisini vælkomnar til myndarøðina. Send tína bestu grýlumynd til netvarpi. Viðmerk vinarliga grýlumynd í yvirskriftina í teldupostinum. Túsundtals føroyingar mistu meir 100.000 krónur hvør, tá Eik banki fór á heysin í 2010. Tað skrivar Dimmalætting, sum hevur fingið fyribils uppgerð frá Taks, í vikuskiftisútgávuni. Við vissu kann staðfestast, at 1484 føroyskir skattaborgarar mistu slakar 88 milliónir krónur upp á partabrøv í Eik Banka. Hesir upplýsingar stava frá kapitalvinningssjálvuppgávum, sum fólk hava latið Taks umvegis internetið. Men talið er ivaleyst størri, metir Taks. Harumframt hava 2.204 persónar givið upp tap av partabrøvum fyri tilsamans 98,3 milliónir krónur. Men hesi hava latið upplýsingarnar inn á pappíri, og vit hava ikki skrásett detaljurnar um tapni, so vit vita ikki, hvussu nógv av hesum er tap av Eik partabrøvum, men hugsandi er, at stórur partur er, sigur Taks í teldubrævi til Dimmalætting. Svenski matvørurisin Findus boðaði í gjár frá, at fyritøkan tekur aftur pakkar við oksakjøtlasagnu, eftir at royndir hava víst, at hestakjøt er í nøkrum teirra. Tað skriva ritzau og AFP. Afturtøkan snýr seg einans um lasagnuvøruna við 375 grammum í. Tað er eyðsæð, at í okkara vørum má ikki vera annað enn tað, sum stendur á pakkanum, stendur í tíðindaskrivi. Afturtøkan kemur í kjalarvørrinum av, at heilsumyndugleikar í fleiri evropeiskum londum hava víst á, at hestakjøt er í einari væl umtóktari lasagnu, sum Findus framleiðir. Franski kjøtveitarin, Comigel upplýsir fyri franskari tíðindastovu, at hestakjøtið í frystu lasagnupakkunum, ið er selt í bretskum matvøruhandlum, kemur frá einum rumenskum slaktaríi. Kjøtið er latið Comigel umvegis fyritøkuna Spanghero, sum hevur viðgjørt kjøtið áðrenn, sigur stjórin í Comigel, Erich Lehagre. Í Danmark hava keypfólk bundið um heilan fingur. Felagsskapurin De Samvirkende Købmænd hevur tikið vørur av hillini, verður upplýst í tíðindaskrivi. Av tí, at í Onglandi er staðfest hestakjøt í oksakjøtvørum frá framleiðaranum Comigel, sum veitir lasagnu til danska marknaðin, hava Superbest, Spar og Kiwi Minipris beint fyri vørunum í handlunum, sum kunnu vera undir illgruna, stendur í skrivinum. Hestakjøt kann hava vandamikil tilsett evni, og sambært amerikanska blaðnum New York Times hava evropeiskir forbrúkarar móttikið hestakjøt í áratíggju kjøt, ið stavar frá hestum, sum hava luttikið í kappríðing í USA. Í mongum førum hevur kjøti verið fylt við dopingevnum, sum vanliga verða nýtt í kappríðing í USA, skriva ritzau og AFP. Heilsufrøðiliga starvsstovan er ikki komið við nakrari ávaring um, at omanfyrinevndu svensku Findus ella Comigel lasagnurnar eru í Føroyum. Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin áttu at skipa seg í ein felags reyðan blokk. Tað heldur Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður, landsstýrismaður og formaður í Javnaðarflokkinum. Í tíðargrein í Vikuskiftissosialinum við heitinum Nú tann stundin koma má. Soleiðis heitir hann á formannin í Tjóðveldi og formannin í Javnaðarflokkinum um at taka stig til ein reyðan blokk. Eg haldi, at tíðin er komin til eitt veruligt vinstavent alternativ til førda politikkin. Vit kunnu ikki longur skjóta okkum undir við, at ríkisrættarliga málið fyrst má avgreiðast, áðrenn vit kunnu standa saman móti borgarligu óløgunum. Gera vit ikki okkurt nú, so kann tað gerast ov seint, skrivar Jóannes Eidesgaard millum annað í tíðargreinini. Fyrrverandi formaðurin vísir millum annað, at núverandi landslag longu er tvíbýtt Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin og eisini Framsókn virka í flestu málum sum ein og sami flokkur, meðan í hinum borðinum eru Sambandið og Fólkaflokkurin sum eitt. Summa sumarum er, at her síggjast týðiliga tvey makkarapør eitt til vinstru og eitt til høgru, skrivar Jóannes Eidesgaard í tíðargreinini í Sosialinum. Diana Gilstón, leiðari á Kundatænastuni hjá TAKS, sigur, at tey hava fingið met nógvar umsóknir í ár. Ferðastuðul verður veittur fyri ferðing, bæði á landi og sjóvegis, millum bústað og arbeiðsstað í Føroyum. Søkt verður um ferðastuðul fyri teir arbeiðsdagar, sum umsøkjarin hevur ferðast millum bústað og arbeiðsstað. Tað verður ferðastuðul veittur fyri fjarstøðu yvir 20 kilometrar, aftur og fram. Eftir ársskiftið broytti TAKS mannagongdina í sambandi við ferðastuðulin. Lat tú umsóknina til ferðastuðul inn áðrenn 11. januar, lovaði TAKS, at tú fekk peningin á konto tann 11. februar. Tað sum í dag eitur SIT og yrkisútbúgvingar verður lagt saman í eina skipan, sum fer at eita Tekniskt Yrkisnám. Tað hevur við sær, at skúlagongdin er hin sama, uttan mun til, um tú ert næmingur ella lærlingur á læruplássi. FHS á Handilsskúla verður broytt soleiðis, at tað ber til at taka prógvið yvir tvey ár. Tað verður tó eisini møguleiki fyri at taka FHS upp á eitt ár. Tey sum fara á Gymnasiala útbúgving eftir summarfrítíðina fara á eina nýggja breytskipan. Breytirnar verða seks í tali Búskaparbreyt, hugbreyt, náttúrubreyt, tilfeingisbreyt, tøknibreyt og fyrireikingarbreyt. Nakrar vallærugreinar eru kravdar, meðan næmingar frítt kunnu velja millum aðrar, sigur Sámal í Skorini, Sámal í Skorini hevur samskipað nýggju broytingarnar Men talan er ikki um meira enn fyrispurningar. Talan er um trý til fimm flogfeløg, sigur stjórin, sum ikki vil vera meira ítøkiligur enn tað. Útbyggingin av flogvøllinum er liðug, so flogvøllurin er nú eingin forðing hjá øðrum flogfeløgum at flúgva til Føroya. Nú flogvøllurin er longdur kunnu til dømis flogfør av slagnum Airbus 320, sum taka 180 ferðafólk, seta seg í Vágum. Meðan einki annað flogfelag enn Atlantic Airways enn hevur kunngjørt, at tað fer at flúgva til Føroya, hava 17 flogfeløg boðað frá, at tey fara at flúgva til Íslands í summar, antin eftir fastari ferðaætlan ella leiguferðir. Væntandi fara 15.500 ferðafólk um dagin í summar um flogvøllin í Keflavík, Leivsstøð. Hetta eru tíggju prosent fleiri enn í fjør. 16 flogfeløg fara at flúgva til Keflavíkar, og Atlantic Airways flýgur til Reykjavíkar. Tað gevur betri møguleika fyri semju at bíða við lógaruuppskotinum um nýggja fiskivinnunýskipan, heldur andstøðan. Aksel Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, heldur, at nýskipanaruppskotið er ikki nóg greitt til at taka støðu til, og tí er rættast at bíða. Poul Michelsen, formaður í Framsókn, heldur tað eisini vera rættast at bíða. Men hann ásannar, at tað er keðiligt at drála verður í málinum, tí vinnan hevur brúk fyri at vita, hvørjir karmarnir eru. Páll á Reynatúgvu, tingmaður í Tjóðveldi heldur, at partarnir standa langt frá hvørjum øðrum, men møguleikarnir verða nú frægari at finna semju. Og Janus Rein, uttanflokkatingmaður, er samdur við hinum andstøðuflokkunum, at landsstýrismaðurin tók røttu avgerðina at útseta málið. Tað var í gjár, at Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, boðaði frá, at hann útsetir fiskivinnunýskipanina til næstu tingsetu. Meðan einki annað flogfelag enn Atlantic Airways enn hevur kunngjørt, at tað fer at flúgva til Føroya, hava 17 flogfeløg boðað frá, at tey fara at flúgva til Íslands í summar, antin eftir fastari ferðaætlan ella leiguferðir. Væntandi fara 15.500 ferðafólk um dagin í summar um flogvøllin í Keflavík, Leivsstøð. Hetta eru tíggju prosent fleiri enn í fjør. 16 flogfeløg fara at flúgva til Keflavíkar, og Atlantic Airways flýgur til Reykjavíkar. Endamálið er at hoyra sjónarmiðini hjá teimum, nú Semingsstovnurin varð boðsendur í gjár, tí naggatódn er komin í samráðingarnar um nýggjan sáttmála fyri partrolarar. Síðani fara semingsmenninir at brúka nakrar dagar at viðgera tilfarið, teir fáa frá pørtunum, áðrenn teir boða til semingsroyndar eina ferð í næstu viku, sigur Terji Sigurðsson. Fiskimannafelagið, Skipara og Navigatørfelagið og Maskinmeistarafelagið siga í felags fráboðan, at tey hava nógv krøv til nýggjan sáttmála. Men ósemjan um oljugjaldið er beinleiðis orsøkin til, at partarnir ikki halda seg kunna røkka longri einsamallir. Manningarfeløgini vilja hava gjøgnumskygni í oljuútreiðslurnar hjá skipunum, men tað vilja reiðararnir ikki geva teimum, siga feløgini. Sáttmálarnir hjá manningarfeløgnum og reiðarunum fóru úr gildi á nýggjárinum. Síðani er eydnast at gera sáttmálar við nakrar av teimum átta skipabólkunum. Manningarfeløgini samráðast um hvønn skipabólkin sær, tí Reiðarafelagið er framvegis ikki virkið sum sáttmálapartur. Varðin er í ferð við at keypa skip úr Norra. Varðin ætlar at keypa Norderveg fyri 90 milliónir krónur. Fyrr í vikuni frættist, at Christian í Grótinum hevur keypt Kvannøy fyri 150 milliónir krónur. Norderveg kemur í føroyska flotan í staðin fyri Saksaberg, sum varð bygdur í 1974. Norderveg er 30 ár yngri enn Saksaberg. Varðin váttar í sínari heimasíðu tíðindini, sum Portalurin hevði um skipakeypið í gjár. Jákup Jacobsen, stjóri í P F Varðanum í Gøtu, sigur, at Norderveg kemur til Føroya á páskum. Norderveg tekur 1500 tons av uppsjóvarfiski og skal landa á Tvøroyri. Manningarfeløgini og reiðarafelagið hjá partrolarunum, Felagið Trolskip, sendu tí seinnapartin í gjár boð eftir Semingsstovninum. Fiskimannafelagið, Skipara og Navigatørfelagið og Maskinmeistarafelagið siga í felags fráboðan, at tey hava nógv krøv til nýggjan sáttmála. Men ósemjan um oljugjaldið er beinleiðis orsøkin til, at partarnir ikki halda seg kunna røkka longri einsamallir. Manningarfeløgini vilja hava gjøgnumskygni í oljuútreiðslurnar hjá skipunum, men tað vilja reiðararnir ikki geva teimum, siga feløgini. Sáttmálarnir hjá manningarfeløgnum og reiðarunum fóru úr gildi á nýggjárinum. Síðani er eydnast at gera sáttmálar við nakrar av teimum átta skipabólkunum. Manningarfeløgini samráðast um hvønn skipabólkin sær, tí Reiðarafelagið er framvegis ikki virkið sum sáttmálapartur. Uppskotið um nýggja fiskivinnulóggávu kemur í tingið í fyrsta lagi á ólavsøku ella seinni í heyst. Orsøkin er, at lógararbeiðið er so umfatandi, at umsitingin hevur ikki umstøður at gera tað til tíðina. Eisini skulu fleiri partar hoyrast í málinum. Jacob Vestergaard legði í farnu viku eitt upprit um fiskivinnunýskipan fyri landsstýrið, og fleiri atfinningar hava verið móti uppritinum. Millum annað var Sambandsflokkurin sera ivingarsamur. Á innanhýsis fundi í síðstu viku var semja um, at flokkurin vil hava málið útsett til næstu tingsetu. Tilboðini at byggja siluna vórðu latin upp fyrr í dag. Fýra fyritøkur vóru undangóðkendar at bjóða upp á arbeiðið. TG verk bjóðar sær at gera arbeiðið fyri 61,9 milliónir krónur. Næst bíligast var Articon, sum vil gera arbeiðið fyri 64,6 milliónir krónur. Petersen vil gera arbeiðið fyri 74,7 mó krónur. Og dýrasta tilboðið var frá Búsetur, sum bjóðar sær at byggja siluna fyri 78,5 milliónir krónur. Fólkini handan silo verkætlanina fara nú at meta um tilboðini. ætlanin er at skriva undir sáttmála seinast í februar. Og 11. mars er ætlanin at byggiarbeiðið skal byrja. ætlanin er, at siloin skal vera liðugt mentanarhús í seinnu helvt av 2014. Arbeiðið var mett at kosta 58 milliónir krónur uttan mvg. Sostatt er lægsta tilboðið slakar 4 milliónir krónur hægri enn metingin. Eyðfinnur Jacobsen, formaður í ALS stýrinum, vil ikki gera viðmerkingar um tað, sum Eyðstein Djurhuus, stýrislimur, segði við Rás 2 í gjár um eginognina hjá ALS. Eyðstein Djurhuus segði, at ALS fer at brúka 52 milliónir krónur til annað enn arbeiðsloysisstuðul í ár. Hetta eru pengar til rakstur, skeið og starvsvenjing. Eyðstein Djurhuus umboðaði ikki á nakran hátt stýrið í samrøðuni við Rás 2, sigur stýrisformaðurin. Eyðfinnur Jacobsen sigur, at roknskapurin hjá ALS fyri 2012 er ikki liðugur enn, og fíggjarætlanin fyri 2013 er framvegis til viðgerðar í stýrinum og ikki samtykt. Í løtuni hevur ALS ongar trupulleikar av at halda sínar skyldur. Men tað er greitt, at við óbroyttum arbeiðsloysi, útgjaldi og inngjaldi verður eginognin komin niður í 250 milliónir krónur, tá árið 2013 endar. Fyri bara fýra árum síðani var eginognin hjá ALS yvir 700 milliónir. Eyðfinnur Jacobsen sigur, at uppskot um fíggjarætlan fyri 2013 er á borðinum hjá stýrinum, men hon er ikki samtykt. Í dag fáa 1352 fólk arbeiðsloysisstuðul frá ALS. Sverri Hansen er búskaparfrøðingur, og er stjóri í Útnorðurgrunninum. Fyrsta tíðin hjá formanninum verður brúkt til býskaparfrágreiðingina, sum kemur hálvan mars. Umframt Sverra Hansen og Thomas Dam er eisini Herit Albinus í nýmannaða búskaparráðnum. Danmark hevur sett krav fram um at rinda eina milliard krónur minni til ES um árið. ES hevur boðið Danmark at rinda nakrar hundrað milliónir krónur minni enn nú, men danski forsætisráðharrin, Helle Thorning Schmidt, hevur víst tí aftur, og heldur fast um, at Danmark skal rinda eina milliard krónur minni um árið í kassan hjá ES. Tað skrivar Politiken. Ein kelda í ES sigur við blaðið, at ES nevndin arbeiðir við eini ætlan, sum skal lata Danmark sleppa bíligari enn nú, men tað verður ikki so nógv sum danska kravið er. ES forsetin, Van Rompoy, ætlar sær at hava eina fíggjarætlan klára til toppfundin sum byrjar seinnapartin. Samstundis sigur Helle Thorning Schmidt, forsætisráðharri, at Danmark stendur rættiliga einsamalt við kravinum um at gjalda minni til ES. Danski forsætisráðharrin hevur hótt við at nýta veto rættin ímóti fíggjarætlanini, um ES ikki gongur danska kravinum á møti. Hini ES londini hava ikki stórvegis viðmerkingar til danska kravið. Bert hollendski uttanríkisráðharrin, Frans Timmerman, hevur sagt seg skilja danska kravið. Marine Harvest, sum er heimsins størsta alifyritøka, hevur lagt fram roknskapin fyri fjórða ársfjórðing 2012. Úrslitið gjørdist hampuligt fyri heimsins størstu alifyritøku. Besta úrslitið hjá samtakinum fekk føroyski parturin, som fekk mest burturúr hvørjum kilo. Føroyski parturin fekk seks krónur og 46 fyri hvørt kilo, meðan norski parturin megnaði tríggjar krónur og 62 fyri hvørt kilo. Á øllum hinum deildunum hjá Marine Harvest er eitt rakstrarundirskt fjórða ársfjórðing, tí fyritøkan misti pengar fyri hvørt kilo av laksi, sum bleiv framleitt. Tí er stjórin í Marine Harvest serliga væl nøgdur við føroyska partin. Marine Harvest ynskti at fáa fatur á fleiri aliøkjum í Føroyum, men landsstýrið valdi at avmarka møguleikarnar hjá útlendingum at vaksa. Samstundis sum fyritøkan møtti stongdum dyr í Føroyum, er Marine Harvest við at gerast munandi størri á altjóða pallinum. Í 2012 bakkaði norska stjórnin fyri eini klagu frá Marine Harvest og viðgekk, at tað var kappingaravlagandi at alifyritøkur í mesta lagið kunnu eiga 25 prosent av norsku alivinnuni. Hetta verður nú broytt. Samstundis boðaði Marine Harvest frá, at teir fara at byggja egna fóðurdeild, og í desember legði Marine Harvest inn boð um at keypa pólsku góðskingarfyritøkuna Morpol, ið er heimsins størsta fyritøku sum góðskar royktan laks. Føroyar eru ikki við í avtaluni, sum hini strandarlondini gjørdu um, hvussu norðhavssildin skal býtast í 2013. Landsstýrismaðurin heldur, at Føroyar eiga størri lut enn tey 5,16 prosentini, sum Føroyar eiga sambært býtislykli frá 2007. Hini londini, ES, Norra, Ísland og Russland, siga, at Føroyar eiga 32.000 tons av sild í ár. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sigur, at meira sild er nú í føroyskum sjógvi, og tí eiga Føroyar størri part enn góð fimm prosent av heildarkvotuni. Jacob Vestergaard hevur ikki enn viljað sagt, hvussu nógva sild, Føroya so eiga rætt til. Hini londini hava funnist at Føroyum fyri at taka seg burtur úr semjuni um norðhavssildina. Men atfinningarnar hava verri enn so verið so nógvar og hvassar sum atfinningarnar um støðuna hjá Føroyum og Íslandi í makreltrætuni. Felagið viðgjørdi eldraøkið á umboðsráðsfundi í Havn leygardagin. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, var eisini við. Kommunufelagið fer at viðgera málið aftur týsdagin. Tvey av okkara fremstu tónlistafólkum seinastu fimm til tíggju árini, songkvinnan Guðrið Hansdóttir og sangari og framleiðarin Janus Rasmussen, ið vit kenna frá føroyska Lama Sea og íslendska føroyska Bloodgroup, hava funnið tónlistarliga saman og stovnað elektro duoina BYRTA. Samstarvið sprettið í Reykjavík, har Guðrið Hansdóttir hevur búð seinasta hálvtannað árið og Janus Rasmussen er búsitandi. Um samtarvið sigur Guðrið Hansdóttir í sendingini Brunsj her í Kringvarpinum. Eg vildi sleppa at gera okkurt heilt annað, enn tað eg plagi, og eg elski popp og elektro tónleik. Tá eg flutti til Reykjavíkar í 2011, byrjaði eg brádliga at skriva sangir á føroyskum, sum er nakað, eg ongantíð havi gjørt áður. Tá eg so møtti Janusi í einum balli, spurdi eg hann, um hann var áhugaður í einum samstarvi, og hann var beinavegin við upp á tað. Vit halda, at hesin tónleikurin manglar á føroyskum, og tað er tí hava vit gera hesa fløguna. Men vit ána ikki, hvussu hetta verður móttikið í Føroyum, tí hetta er ikki roynt áður. Vit hava sitið og havt tað ræðuliga stuttligt við at gera tónleiki um kvøldarnar í Reykjavík, men vit ána ikki, um hetta er nakað, føroyingar fara at skoyta um, greiðir Guðrið Hansdóttir frá. Tað er Guðrið Hansdóttir, ið hevur skrivað sangirnar á BYRTA fløguni, meðan tað er Janus Rasmussen, ið spælir øll ljóðførini og framleitt. Vitja Soundcloud vangamyndina hjá Byrta og hoyr sangin Loyndarmál her Byrta Loyndarmál letur upp í nýggjum kaga Byrta á Facebook Byrta letur upp í núggjum kaga Prísmetingin liggur einar 200 milliónir krónur omanfyri tað, sum Landsverk metti í 2007. Tað er Svein Erik Kiristiansen, stjóri í fyritøkuni Elvenes Transport og Maskin, sum er komin við nýggju metingini. Hann stóð fyri arbeiðinum at gera bæði Vágatunnilin og Norðoyatunnilin. Krøvini til trygd eru nógv hægri nú enn tey vóru, tá hinir báðir tunlarnir vórðu gjørdir, og tað er orsøkin, sigur hann. 20 ára hátíðarhaldið hjá ALS í fjør var tvífalt so dýrt, sum higartil upplýst. Tað skrivar Eyðstein Djurhuus, stýrislimur í ALS, í dag, á Vágaportalinum í dag. Í blaðgrein í august mánaði í fjør við heitinum Ein rimmar føðingardagur , segði eg, at 20 ára hátíðarhaldið hjá ALS fór at kosta 400.000 krónur. Hetta vóru upplýsingar, sum eg hevði fingið beinleiðis frá táverandi stjóra í ALS. Nú havi eg fingið at vita, at hendan upphædd ikki var røtt, skrivar Eyðstein Djurhuus á Vágaportalinum. Ein samanteljing av øllum beinleiðis útreiðslum av føðingardegnum er gjørd. Hendan vísir, at rætta upphæddin er knapt 800.000 krónur, sigur Eyðstein Djurhuus. Upphæddin kundi verið størri, tí fyrrverandi stjórin, Ernst Jacobsen, ætlaði, at øll starvsfólkini skuldi fara ein túr til Íslands í sambandi við føðingardagin. Danska stjórnin eigur at lata teir pengar, so málsøkini, sum blokkurin er ætlaður, fáa tað, sum tey kosta. Tað segði Edmund Joensen, fólkatingsmaður, millum annað undir fyrstu viðgerðini av heildarveitingini í fólkatinginum í gjár. Edmund Joensen segði, at landsstýrið vil hava blokkin normaliseraðan, men ikki afturvirkandi. Talsmaðurin hjá Liberal Alliance, Leif Mikkelsen, var eitt sindur ørkymlaður, tá fólkatingið viðgjørdi blokkin. Hann vísti á, at føroyingar bóðu um at fáa blokkin frystan, so hann var óbroyttur frá 2002 til 2011, tí føroyingar í størri mun vildu gjalda sjálvir. Men nú skal blokkurin aftur prístalsviðgerast hvørt ár. Full undirtøka er í fólkatinginum fyri, at blokkurin í 2013 verður 632,2 milliónir krónur. Í ritgerðini viðger Bjørn Kunoy rættarreglurnar í landgruns marknamálum uttanfyri 200 fjórðingar. Verjan vardi umleið 3 tímar og gekk sera væl, skrivar Granskingarráðið. ætlanin er at geva ritgerðina út í bók. Vegleiðari hevur verið Alain Pellet, professari, sum millum annað er fyrrverandi formaður í altjóða rættarnevndini hjá ST. Sum ein liður í virkisætlan bankans, hevur Eik avgjørt at lækka rentuna á sethúsalánum við 1. veðrætti úr 5,5 prosentum niður í 5,25 prosent. Rentulækkingin fær gildi 20. februar 2013, skrivar bankin á heimasíðuni. Tað var á fundi mánadagin í farnu viku, at Sambandsflokkurin umrøddi fiskivinnunýskipanina, sum samgongan arbeiðir við. Hetta hendi eftir at Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, legði eitt upprit um nýggja fiskivinnulóggávu fyri landsstýrisfund sama fyrrapart. Í uppritinum legði landsstýrismaðurin millum annað upp til, at onki áramál longur skal setast á fiskirættindini, men at landið kann siga loyvini upp við 7 9 ára freist. Eisini mælti landsstýrismaðurin til at strika hugtakið Fólksins Ogn , og heldur seta inn Landsins Ogn . Eisini vildi landsstýrismaðurin avmarka útlendska kapitalin í fiskivinnuni og avtaka uppboðssøluna. Men hesin kosturin var ov herskin hjá Sambandsflokkinum. Tá ting og landsstýrismanningin hjá flokkinum hittist seinni sama dagin, umrøddi flokkurin uppritið hjá Jacob Vestergaard. Og har var greitt, at stórir partar av flokkinum taka ikki undir við uppskotinum hjá landsstýrismanninum og vil hava málið útsett til næstu tingsetu, soleiðis at málið kann lýsast nærri. Sambandsflokkurin fer at hava temadag um fiskivinnulóggávuna 14. og 15. februar. Har fer flokkurin at viðgera málið innanhýsis. Formaðurin í Sambandsflokkinum, Kaj Leo Holm Johannesen, gjørdi í farnu viku greitt, at flokkurin tekur ikki undir við, at loyvi skulu vera óavmarkað. Og hann segði, at hann miðar eftir eini breiðari semju. Fíggjarmálaráðið og Tænastumannafelag Landsins hava gjørt eina nýggja fýra ára lønaravtalu, galdandi frá 1. oktober 2011 og heilt fram 1. oktober 2015. Lønarhækkingarnar hjá tænastumonnunum verður tann sama sum hjá hinum á almenna arbeiðsmarknaðinum. Tað vil siga, at tey, sum hava eina mánaðarinntøku upp á 32.000 krónur og harundir fáa 220 krónur meira um mánaðin. Henda hækking minkar soleiðis, at tey, sum fáa yvir 50.000 krónur í løn um mánaðin onga lønarhækking fáa tvey tey fyrstu árini, tað vil siga pr. 1. oktober 2011 og 1. oktober 2012. 1. oktober í ár hækkar mánaðarlønin 190 krónur, pluss 0,9 prosent og 1. oktober 2014 hækkar lønin 1,9 prosent. Lønardeildin upplýsir, at nú eru tíggju sáttmálar eftir at gera á almenna arbeiðsmarknaðinum. Nettoskuldin hjá vinnuni uttanlands er 2,4 milliardir krónur. Men fíggjarfyritøkur, peningastovnar og tryggingar eiga 5,8 milliardir meira enn tær skylda í øðrum londum. Og føroysku húsarhaldini eiga eina milliard krónur netto uttanlands, skrivar Hagstovan. Tølini eru frá 2011. Fyribils tøl siga, at í 2012 áttu føroyingar 1,7 milliardir krónur netto í útlendskum gjaldoyra. Føroyska skuldin uttanlands, bæði tann almenna og tann privata, var 17 milliardir, men ognin var 19,2 milliardir krónur í 2011. Útlendingar eiga fyri 639 milliónir í føroyskum partabrøvum. Føroyingar eiga fyri 1,8 milliardir í útlendskum partabrøvum, upplýsir Hagstovan. Útlendskar íløgur í Føroyum eru 243 milliónir krónur. Føroyskar íløgur uttanlands eru 1,1 milliard. Føroyingar skylda 4,3 milliardir í lánsbrøvum uttanlands. Men útlendingar skylda Føroyum 10,3 milliardir í lánsbrøvum. Fyrsta viðgerð av blokkinum var í fólkatinginum seinnapartin í gjár. Sjúrður Skaale úr Javnaðarflokkinum spurdi danska fíggjarmálaráðharran, Bjarne Corydon, hví lógaruppskotið ikki varð avgreitt fyri nýgggjár. Hetta er annað árið á rað, at tað hendir. Úrslitið er, at Føroyar fáa ikki heildarveitingina fyri januar, februar og kanska mars eisini, fyrr enn lógin er avgreidd, bæði í fólkatinginum og í løtginginum. Bjarne Corydon, fíggjarmálaráðharri, endurtók tað, sum hann fyrr hevur sagt. Tað er, at danska stjórnin bíðaði eftir svari frá landsstýrinum. Landskassin missir rentur, tí pengarnir úr statskassanum fyra fyrsta ársfjórðing í ár eru seinkaðir nakrar mánðir. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur í samrøðu við útvarpið nevnt talið 50.000 krónur í rentumissi. Hann hevur eisini víst aftur, at landsstýrið hevur seinkað málinum. Eftir fyrstu viðgerð í fólkatinginum í gjár fór lógaruppskotið í Føroyanevndina. Løgtingið hevur eisini uppskotið til fyrstu viðgerar, og har er málið í fíggjarnevndini. Búskaparligt rásarúm er í Føroyum. Ta yvirskriftina hevur Hagstovan sett yvir eina røð av stórum búskaparligum hagtølum frá í fjør og 2011. Og tað hóast gjaldsjavnin í fjør hevði hálva milliard í undirskoti, tí óvanliga stórar íløgur vórðu gjørdar í skip og flogfør. Í 2011 var afturímóti avlop í gjaldsjavnanum. Avlopið var eina góða milliard krónur. Hagstovan sigur, at føroyingar í 2011 áttu 2,2 milliardir krónur meira í øðrum londum enn føroyingar skyldaðu. Tað eru 17 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni. Í Danmark til dømis var talið 24 prosent, men í Finnlandi var tað lægri enn í Føroyum, 16 prosent. Føroyska skuldin uttanlands, bæði tann almenna og tann privata, var 17 milliardir, men ognin var 19,2 milliardir krónur í 2011. Útlendingar eiga fyri 639 milliónir í føroyskum partabrøvum. Føroyingar eiga fyri 1,8 milliardir í útlendskum partabrøvum, upplýsir Hagstovan. Útlendskar íløgur í Føroyum eru 243 milliónir krónur. Føroyskar íløgur uttanlands eru 1,1 milliard. Vit eru í dag vorðnir samdir við norska eigaran um at gera ein keypssáttmála, og skipið kemur inn fyri Christian í Grótinum. Orsøkin til keypið er at vit ynskja at allar kvoturnar sum vit ráða yvir, verða brúktar til matna. Og við nýggja skipinum megna vit at røkka hesum málinum, sigur Eyðun Rasmussen. Hann sigur, at tey leggja stóran dent á at virðisøkja tilfeingið og nýggja skipið kann framleiða 150 tons um samdøgrið og lastar 800 tons av frystum. Sambært reiðaranum verður skipið á Klaksvík umleið hálvan mars og verandi manning á Christian í Grótinum fer umborð á nýggja skipið. Við skipinum verða um 20 mans. Skipið er bygt í 2002, skrivar Norðlýsið. Føroya Rættur fann mannin sekan í neyðtøkuroyndunum og avgjørdi, at maðurin skal inn at sita í tilsamans 4 ár og 11 mánaðir. Neyðtøkuroyndirnar, maðurin var ákærdur fyri, vóru í juni í 2010, í juli og oktober í 2011, hálvan januar og fyrst í februar í 2012, allar í Havn. Kvinnurnar, maðurin er dømdur fyri at gera seg inn á, vóru, tá tær blivu álopnar, ávikavist 26, 22, 21 20 og 17 ára gamlar. Umframt fongsulsdómin, so skal maður eisini gjalda øllum kvinnunum endurgjald fyri álopini. Hesi endurgjald vóru úr 10.000 krónum og upp til 46.000 krónur. Harumframt skal maðurin rinda fyri sakarmálskostnaðin. Samanlagt skal maðurin gjalda 168.000 krónur. Maðurin hevur í samráði við verjan tikið við dóminum. 20 ára gamli maðurin hevur longu sitið eitt ár varðhaldsfongslaður, og tað merkir, at hann hevur útvið fýra ár eftir handan rimar. Maðurin skal sita eina viku avbyrgdur í varðhaldi. Hetta avgjørdi dómarin fyri løtu síðan. Maðurin varð tikin á flogvøllinum í gjárkvøldið um seks tíðina. Hassjið hevði maðurin goymt í undirbuksunum. Maðurin játtaði seg sekan. Men hann gjørdi í rættinum vart við, at hann ikki var nøgdur við, at løgreglan eisini kom í rættin við einum trý ára gomlum máli, har hann hevði smuglaði 80 gramm av hassji til Føroya við Norrønu. Eitt mál, hann ikki var handtikin fyri, sambært manninum sjálvum. Sambært ákæruvaldinum, so er illgruni um, at 25 ára gamli maðurin ikki er einsamallur um smuglingina, og at hassjið varð smulgað til landið við tí fyri eyga, at selja ella handa tað víðari. Tí blivu dyrnar latnar aftur, tá ákæran var lisin upp. Tað er umráðandi, at sjúklingar við Diabetes fáa ta viðgerð, sum teimum tørvar. Tað heldur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum. Hann ásannar, at tað er óheppið, at ein kostráðgevi til sjúklingar við Diabetes 2 er sagdur úr starvi á Landssjúkrahúsinum. Karsten Hansen hevur sett ein arbeiðsbólk at gera uppskot, hvussu bøtast kann um støðuna. Arbeiðsbólkurin skal vera liðugur við sítt arbeiðið um mánaðarskiftið. Sjúklingar við diabetes skulu hava kostráðgeving, slær landsstýrismaðurin fast. Í framtíðini skulu tey flestu av teimum 2.500 til 3.000 fólkunum við Diabetes 2 viðgerast hjá kommunulæknunum, tí Landssjúkrahúsið hevur ikki orku at taka sær av teimum. Í løtuni eru tað bara teir diabetes sjúklingar, sum eru ringast fyri, sum fáa kostráðgeving á Landssjúkrahúsinum. Áðrenn Lind Invest í gjár keypti tíggju prosent av partabrøvunum í BankNordik, hevði ein annar stórur partaeigari selt síni partabrøv í bankanum. Talan er um útlendska íløgufelagið Wellington Management Company. Tað skrivar danska blaðið Jyllands Posten. Felagið hevur staðið fyri meir enn fimm prosentum av partabrøvunum í BankNordik. Tilsamans vórðu 638.746 partabrøv seld. Lind Invest boðaði í gjár frá, at felagið hevði keypt tíggju prosent av partabrøvunum í BankNordik. Tað svara til eina millión partabrøv. Stjórin í Lind Invest, Henrik Lind, sigur við Jyllands Postin, at teirra felag ikki visti hvør hevði selt partabrøv í BankNordik. Blaðið skrivar, at onnur enn Wellington mugu hava selt síni partabrøv, fyri at Lind Invest kundi keypa tíggju prosent av BankNordik. Tann 18.januar fekk Heilsufrøðiliga starvsstovan boð úr Danmark um, at har varð fuglakrím, sum er sera sjúkuelvandi, staðfest. Hetta slagið av fuglakrími kallast HPAI og er sera ringt fyri fugl. Vanliga smittar HPAI ikki fólk, men dømi eru um, at fólk, sum hava havt tætt samband við smittaðan fugl, eru vorðin smittað. Heilsufrøðiliga starvsstovan avgjørdi alt fyri eitt, sum boðini komu úr Danmark, at seta forboð fyri at innflyta fugl. Ein tilbúgvingarbólkur fyrireikar tiltøk, um vandi er fyri, at HPAI fuglakrímið kemur til Føroya. Í løtuni verður tó ikki mett neyðugt at fremja onnur tiltøk enn innflutningsbann. Heilsufrøðiliga starvsstovan er til reiðar at taka sýni og gera kanningar fyri fuglakrím, gerst tað neyðugt. Morten Huust Petersen, sum í dag varð sagdur út starvi sum leiðari fyri Rásini í Saltangará, finst at Mentamálaráðnum fyri at hava drálað og ikki hava bakkað seg upp. Ósemjan millum fyrrverandi leiðaran og starvsfólkini snúði seg um krøvini til arbeiðstíð og hvíld, sambært Morten Huust Petersen sjálvum. Meira verður at frætta í útvarpstíðindinum klokkan 18.00. Mentamálaráðið hevur framvegis ikki fingið síðstu hoyringssvarini, men tey koma skjótt, sigur Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Mentramálaráðnum. Hann væntar, at ein niðurstøða kemur í hesi vikuni. Mentamálaráðið hevur vitað um málið síðani juli mánaða í fjør. Tað vil siga í meira enn eitt hálvt ár. Tað var í juni mánaði í fjør, at leiðslan í Stranda Skúla valdi at broyta karakterirnar hjá fleiri næmingum í 9.flokki í lærugreinunum kristni og ítrótti. Hetta varð gjørt, eftir prógvhandanina, og uttan at kunna lærarin. Í summum førum blivu karakterir broyttir frá 03 til 9. Føroya Kommunufelag fekk nýtt stýrið á fundi í gjárkvøldið. Í stýrið eru valdir fyri norðoyggjar Hans Jákup Kallsberg, borgarstjóri í Viðareiðis kommunu. Fyri Eysturoy Andr eacute F. Danielsen, sjóvar kommuna Fyri Streymoynna Asbjørn Djurhuus, Sunda kommuna, og Pauli Petersen, borgarstjóri í Vestmanna. Fyri Vágarnar Sune Jacobsen, borgarstjóri í Sørvágs kommunu. Fyri Sandoynna Dánjal Jákup Jakobsen, Skálavíkar kommuna Fyri Suðuroynna Delmar Tausen, borgarstjóri í Hovi. Tað váttar aðalstjórin í Mentamálaráðnum, Poul Geert Hansen, fyri útvarpinum. Útvarpið skilir, at orsøkin er samstarvstrupulleikar millum leiðaran og starvsfólkini. Ósemjan hevur staðið við síðani apríl í fjør, og starsvfólkini hava kært um leiðaran. Durita Joensen, stjóri í Runavíkar skúla, er fyribils sett sum leiðari fyri Rásina. Av tí at Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, ikki fær verið við á fundinum, verða Føroyar umboðaðar av Anniku Olsen, landsstýriskvinnu við norðurlendskum samstarvi. Á fundinum luttaka eisini umhvørvisráðharrarnir úr USA, Kanada, Grønlandi, Íslandi, Noregi, Danmark, Svøríki, Finnlandi og Russlandi. Ráðharrarnir fara at umrøða veðurlagsbroytingar, og hvørjar avleiðingar broytingarnar hava á arktiska økið og heimin annars. Hetta er aðru ferð, at toppfundur fyri umhvørvisráðharrar verður skipaður undir formansskapinum í Arktiska ráðnum. Fyri Føroyar hevur tað serliga stóran týdning at vísa á tørvin á øktum samstarvi millum londini fyri at kanna og kenna avleiðingarnar av at CO2 útlátið økir um súrleikan í sjónum. Føroyar fara eisini at leggja dent á týdningin av at fylgja við broytingum í vistskipanum á landi og sjógvi. Harafturat fara Føroyar at varpa ljós á, at enn eru fleiri vandamikil dálkandi evni, sum koma á okkara leiðir við luft og havstreymum, hóast dálkingarkeldan er fjarskotin, og altjóða sáttmálar eru gjørdir. Tummas Lervig, formaður í KÍ, sigur við Norðlýsið, at nevndin í móðurfelagnum hevur boðað leiðsluni í smápartafelagnum frá, at nevndin ynskir at avtaka smápartafelagið. Ístaðin er ætlanin, at virksemi hjá besta mansliðnum framyvir skal skipast í eina Effonevnd undir móðurfelagnum. Hetta verður ætlandi gjørt á aðalfundi felagsins longu mánadagin um eina viku. Magnus Arge, formaður í smápartafelagnum KÍ, sigur við Norðlýsið, at fíggjarstøðan í KÍ í løtuni er somikið sunn, at rætta tíðin er komin at avtaka smápartafelagið. Hann vísir á, at tað fer at gera arbeiðið hjá nevndini lættar, tí at sleppast kann undan dupultfunktiónum. Hartil eru krøvini til eitt smápartafelag munandi strangari, sigur Magnus Arge við Norðlýsið. BankNordik hevur í dag boðað virðisbrævaskálanum frá, at danska íløgufelagið Lind Invest A S hevur keypt partabrøv í BankNordik. Lind Invest A S eigur nú 1.000.000 partabrøv í BankNordik. Felagið eigur sostatt tíggju prosent av partabrøvunum og tíggju prosent av atkvøðunum. Vit eru væl nøgd við, at Lind Invest A S hevur valt at gera hesa týðandi íløguna í bankan og bjóða honum at vera vælkomin sum nýggjur stórpartaeigari í BankNordik, sigur Klaus Rasmussen, nevndarformaður í BankNordik P F. Vit eru komin á mál við samansjóðingini av keypta virkseminum í Danmark, har vit hava tillagað virksemi til styrkja okkara kappingarføri enn meira. Tað er tí nøktandi, at ein íleggjari við innliti í danska bankakervið vísir okkum álit, sigur Klaus Rasmussen, nevdarformaður, í tíðindaskrivi. Anne Mette Klemensen, sóknarprestur í Fuglafjarðar prestadømi, meldaði prædikumannin úr Rituvík, tí hon kendi seg og familju sína hótta av tí, ið sagt varð í prædikuni, sum Sjúrður Højgaard legði á internetið. Presturin í Fuglafirði hevur júst fingið bræv frá Fútaskrivstovuni, har boðað verður frá, at løgreglan ikki metir, at Sjúrður Højgaard hevur gjørt nakað revsivert, og tí verður sakarmál ikki reist móti honum. Grundgevingin er, at tað, sum Sjúrður Højgaard hevur sagt, eru sitat, sum eru tikin úr Bíbliuni, og at hetta ikki verður mett at vera lógarbrot. Anne Mette Klemensen, sóknarprestur, sigur við útvarpið í morgun, at hon undrast á avgerðina, men tekur hana til eftirtektar. Sjálv ætlar hon ikki at gera meira við málið, men ætlar at taka tað upp á fundi við bisp og dómpróvst. Lógaruppskotið er illa úr hondum greitt, leigulógin verður skeiklað, og útleigarar verða ákærdir fyri bæði eitt og annað uttan nakra próvførslu. Skoðsmálið, sum Almannamálaráðið fær frá Føroya Arbeiðsgevarafelag, er hvast. Arbeiðsgevararnir hava havt eitt uppskot um at broyta leigulógina til hoyringar. Hóast galdandi lóg loyvir tí, gevur Leigunevndin ikki fólki, sum leiga út, bót fyri at bróta greinina um depositum í leigulógini. Flestu kærur, sum Leigunevndin fær, eru um depositum, sum leigarar ikki fáa aftur, tá tey flyta. Depositum, sum útleigari sambært Leigunevndini av órøttum heldur aftur. Lógarbroytingin, sum ætlanin er at gera, krevur, at depositum verður goldið á serliga goymslukontu í peningastovni og ikki, sum nú, á kontu hjá útleigara. Arbeiðsgevarafelagið mælir staðiliga frá lógarbroytingini. Í staðin fyri lógarkrav eigur avtalufrælsið at ráða, sigur felagið. Leigari og útleigari kunnu gera avtalu um goymslukontu, vilja tey hava eina slíka. Lógarbroytingin kann gera, at færri vilja leiga út, og at húsaleigan hækkar. Leigunevndin fær heimild at geva bót uttan um rættarskipanina, sigur Arbeiðsgevarafelagið. Felagið fýlist eisini á, at lógaruppskotið byggir á ákærur móti útleigarum í ársfrágreiðingini hjá Leigunevndini. Eingi prógv eru fyri ákærunum, heldur ikki grundgevingar, sigur Arbeiðsgevarafelagið. Leigunevndin tykist bara at taka atlit til leigaran, ikki útleigaran. Tað er at skeikla leigulógina, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag. Grundleggjandi broytingar í ásetingum um ogn Føroya fólks skulu leggjast til fólkaatkvøðu. Tað sigur Tjóðveldi millum annað í yvirlýsing, nú flokkurin á arbeiðsfundi í Skálavík um vikuskifti hevur umrøtt framtíðar fiskivinnupolitikkin og rættindini til ogn Føroya fólks. Tað er átrokandi tørvur á at endurskoða lógarverkið undir fiskivinnuni, nú verandi fiskiloyvi ganga út í 2018, sigur Tjóðveldi. Virðini av livandi tilfeingi føroyinga eru so týðandi, at tey eru grundarlag fyri varandi búskaparvøkstri, vælferð og nýggjum møguleikum hjá núverandi og komandi ættarliðum, sigur Tjóðveldi, sum finst at verandi fiskivinnupolitikki. Verandi fiskivinnupolitikkur hevur undirgrivið upprunaligu endamálini við lógini um vinnuligan fiskiskap, bæði tá ið ræður um stovnsrøkt og um møguleikarnar hjá manningum, vinnu og samfelagnum øllum at fáa sum mest burtur úr tilfeinginum. Tjóðveldi heldur, at politisk útluting av rættindum til úrvald hevur elvt til spekulatión og keyp og sølu av fólksins ogn, soleiðis at stórur partur av flotanum og rættindunum er savnaður á fáum og í stóran mun útlendskum hondum. Tjóðveldi sigur í yvirlýsingini, at flokkurin ætlar at steðga avreiðingini av ognum og rættindum fólksins. Og flokkurin vil samstarva tvørtur um floksmørk fyri at steðga gongdini. Tjóðveldi vil millum annað, at alt livandi tilfeingi undir Føroyum og tey rættindi til tilfeingið, ið Føroyar hava samráðst seg til, eru ómissandi og ogn Føroya fólks. At ongin einstaklingur hevur rætt at selja tað, sum hann ikki eigur. Tí má privat keyp og søla av fiskiloyum og fiskirættindum steðgast beinanvegin, sigur Tjóðveldi. Flokkurin mælir til, at allir føroyingar skulu tryggjast javnbjóðis rætt til atgongd til tilfeingið eftir einum skipaðum marknaði. Bæði landið og kommunurnar fingu meiri í skatti í januar enn sama mánað í fjør. Tað vísir ein uppgerð hjá Taks. Landskassin fekk 96,5 milliónir krónur í skatti fyrsta mánaðin í nýggja árinum, og skattainntøkan hjá kommununum varð slakar 110 milliónir krónur. Í januar í fjør var landsskatturin góðar 94 milliónir og kommunuskatturin 108,4 milliónir krónur. Í januar var eftirlønarskatturin slakar 18 milliónir krónur og kirkjuskatturin góðar tríggjar milliónir krónur. Tað er eisini meiri enn í fjør, tá eftirlønarskatturin góðar 11 milliónir, og kirkjuskatturin var slakar tríggjar milliónir. 12 grindir doyðu í fjør, og tilsamans løgdu 713 hvalir beinini. Tað vísir uppteljing, sum Fiskimálaráðið hevur kunngjørt. Í teimum 12 grindunum vórðu merkt 4.961 og eitt hálvt skinn.Tann størsta grindin var hildin til í Vági 8. august, tá 195 hvalir løgdu beinini. Tann minsta var í Hvalba 27. november, tá tveir hvalir doyðu. Nógv grind í Suðuroynni Suðuroyingar fingu serliga nógva grind í pottin í fjør. Meiri enn helvtin av allari grindini leg iuml beinini í Suðuroynni, 365 hvalir í fimm grindum. Tvær grindir løgdu beinini í Norðoyggjum, ein í Eysturoynni, tvær í Streymoynni og ein heima á Sandi. Tveir døglingar løgdu beinini í Sandvík 30. august í fjør. Kommunala Arbeiðsgevarafelagið bíðar enn eftir svari frá Johan Dahl, landsstýrismanni, hví varalimurin hjá almennu arbeiðsgevarunum í ALS stýrinum ikki fekk fundarboð, tá stýrið tann 4.januar gjørdi fráfaringaravtaluna við Ernst Jacobsen, stjóra í ALS. Bjørgfríð Ludvig var í ALS stýrinum, men tá hon bleiv aðalstjóri, boðaði hon stýrinum frá, at hon gavst á nýggjárinum. Skrivaði ikki undir Bjørgfríð Ludvig undirskrivaði tí ikki fráfaringaravtaluna, sigur Kommunala Arbeiðsgevarafelagið í skrivi, sum varð sent Johan Dahl tann 12.januar. Nevndin í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum undrast á, at varalimurin hjá almennu arbeiðsgevarunum, Snorri Fjallsbak, ikki fekk fundarboð. Serliga undrast nevndin á, at Snorri Fjallsbak, sum helst er tann embætismaður, sum hevur størstu servitan á júst hesum økinum, ikki varð kallaður til fundar í sambandi við eitt so týðandi mál, sum fráfaringaravtalan við Ernst Jacobsen er. Tí vil nevndin í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum hava landsstýrismannin í vinnumálum at greiða frá, hví umboðið fyri almennu arbeiðsgevararnar ikki fekk fundarboð. Johan Dahl hevur ikki svarað enn. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, hevur eftir tilmæli frá Fróðskaparsetri Føroya valt Thomas Dam, Herit Albinus og Sverra Hansen í Búskaparráðið. Thomas Dam hevur seinastu fýra árini verið formaður í Búskaparráðnum. Gunn Danielsen og Durita Tausen halda ikki fram í ráðnum. Limirnir Thomas Dam er rakstrarstjóri á Vodefone. Hann hevur útbúgving innan fíggjarliga umsiting frá Handilsháskúlanum í Keypmannahavn. Herit Albinus er handilsskúlalærari. Hon hevur lokið útbúgving innan búskap og støddfrøði á London School of Economics, og undirvísir í altjóða búskapi, støddfrøði og virkisbúskapi á Føroya Handilsskúla. Sverri Hansen er stjóri í útnorðurgrunnininum. Hann hevur útbúgving frá lærda háskúlanum í Aring rhus. Hann hevur áður havt sæti í grønlendska búskaparráðnum og hevur verið formaður í Framtaksgrunninum. Tvær frágreiðingar Uppgávan hjá búskaparráðnum er fylgja við búskaparligu viðurskiftunum í landinum og koma við óheftari búskaparligari ráðgeving og frágreiðingum um búskaparligu gongdina. Búskaparráðið skal lata tvær konjunkturfrágreiðingar árliga, aðra tann 1. mars og hina tann 1. september. Limirnir í Búskaparráðnum eru valdir fyri fýra ár. Landgrunsnevndin hjá Sameindu Tjóðum er farin at viðgera kravið hjá Føroyum um landgrunnin norðan fyri Føroyar. Kravið varð latið ST á vári 2009. Føroyar krevja góðar 88.000 ferkilometrar. Í dag er føroyska sjóøkið góðar 267.000 ferkilometrar. Í fjør heyst varð ein undirnevnd hjá Landgrunsnevndini sett at viðgera føroyska kravið. Sendinevnd í New York Nú undirnevndin er farin til verka, er ein føroysk donsk sendinevnd í New York at svara spurningum frá nevndini. Tá undirnevndin og føroyska danska sendinevndin eru lidnar at viðgera kravið, fer Landgrunsnevndin at avgera, um føroyska kravið samsvarar við havrættarsáttmálan hjá ST. Føroyar, Noreg og Ísland eru samd um, hvussu landgrunnurin norðanfyri skal býtast millum londini. Men treytin er, at Landgrunsnevndin viðurkennir býtið í semjuni. Hava viðurkent norska kravið Noreg hevur longu fingið sítt krav viðurkent. Men eins og føroyska kravið verður íslendska kravið viðgjørt í einari undirnevnd. Í føroysku donsku sendinevndini í New York eru embætisfólk og serfrøðingar frá Jarðfeingi, Uttanríkistænastuni á Løgmansskrivstovuni, De Nationale Geologiske Undersøgelser for Danmark og Grønland, danska Uttanríkismálaráðnum, Danish Technical University og frá landsstýrinum í Grønlandi. Bjørn Kunoy í Uttanríkistænastuni er leiðari hjá sendinevndini. Løgmaður fær nú stuðul í samgonguni fyri fráboðanini um, at farast skal undir Sandoyartunnilin fyrr enn samgongan annars ætlaði. Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, fegnast um, at Sandoyartunnilin er komin á dagskránna aftur. Hann sigur í einum tíðindaskrivi frá flokkinum, at vit eiga at arbeiða skjótt og miðvíst fyri at finna fram til, hvussu, hvar og nær tunnilin skal gerast og fáa til vegar tryggar fíggingarmøguleikar. Sambært játtanarkarminum hjá samgonguni skal arbeiðið upp á Sandoyartunnilin ikki byrja av álvara fyrr enn í 2016. Byrja í 2015 Men í síðstu viku boðaði løgmaður bráddliga frá, at arbeiðið skal byrja longu í 2015. Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í samferðslumálum, svaraði, at tað ber ikki til, skal samgongan standa við semjuna um, at hallið í fíggjarlógini skal vera burturi í 2016. Jenis av Rana sigur, at Miðflokkurin fer at virka fyri, at arbeiðið, sum nú verður farið undir, verður ein heildarætlan fyri alt suðurøkið. Nýggj farleið til Suðuroynna Samstundis sum arbeitt verður við undirsjóvartunlinum til Sandoynna, skal ætlan gerast um eina nýggja farleið til Suðuroynna, sum verður framhald av Sandoyartunlinum. Og tað eru nýggj ferjulegu í Hvalba, nýggjur tunnil millum Hvalba og Trongisvág og ferjusamband millum Hvalba og Sand. Høvuðsleiðin úr kreppuni er ikki sparing, men økt framleiðsla, sigur Miðflokkurin. Jógvan Hansen og Stefanía Svavarsdóttir, sum hava sungið seg í finaluna í íslendsku Grand Prix kappingini, verða at síggja í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum leygarkvøldið. Sjónvarpið fer at samsenda við sjónvarpið hjá íslendska kringvarpinum, RÚV, frá finaluni leygarkvøldið. Sendingin byrjar klokkan 19.40. Tore p aring sporet Sendingin Tore p aring sporet í norska kringvarpinum, NRK, er eisini vorðin væl umtókt í Føroyum, eftir at Njál Djurhuus leitaði eftir pápa sínum í Skotlandi herfyri. Ein sending afturat í røðini verður eisini send í føroyska sjónvarpinum. Tá leitar amerikanska country sangarinnan, Lynn Andersson, eftir ættini í Noregi. Hon er á skránni leygarkvøldið klokkan 19. Frá 1.august í ár ber ikki til at fáa koyrikort uttan at kunna prógva, at skeið er tikið í fyrstuhjálp, sum kann brúkast í ferðsluni. Kravið er galdandi fyri øll, sum taka koyrikortið fyrstu ferð, og hvørja ferð fyri tey, sum taka vinnuligt koyrikort tað eru tey, sum koyra hýruvognar og bussar til dømis. Kravið um slíkt skeið í fyrstuhjálp er galdandi í okkara grannalondum, og sambært kunngerð frá 11.september í fjør kemur kravið í gildi í Føroyum tann 1.august. Kostar 400 til 500 krónur. Kunngerðin sigur, at umsøkjarar, sum ogna sær koyrikort á fyrsta sinni, skulu hava framt eitt skeið í fyrstuhjálp í ferðsluni. Skeiðið kostar millum 400 og 500 krónur. Tilbúgvingarstovan hevur longu gjørt eitt skeið, og hevur fingið tilmeldingar. Fyrsta skeiðið verður í mars. Skeiðið kostar 7.800 krónur og upp í 16 fólk kunnu vera á hvørjum skeiði, so tað verða slakar 490 krónur í part. Skeiðið varar sjey tímar. Reyði krossur ætlar eisini at selja skeið í fyrstuhjálp í ferðsluni. Har eru fyrireikingarnar ikki lidnar, men skeiðið fer at kosta millum 400 og 500 krónur. Nakrir koyrilærarar hava eisini lært seg at hava skeið í fyrstuhjálp í ferðsluni. 800 nýggj koyrikort um árið Tey, sum halda hesi skeið, fáa úr at gera, tí sambært Akstovuni taka okkurt um 800 fólk í Føroyum koyrikort hvørt ár. Í fjør vóru tey tó 733, men tey vóru 820 í 2011. Í Føroyum taka næstan øll í hvørjum árgangi koyrikortið, so skjótt tey eru fylt 18 ár, fleiri enn í øðrum londum. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, vil nú hava limirnar í Uttanlandsnevndini at siga, hvørja hugsan teir hava, um at Føroyar áseta sær størri kvotu av sild, og hvussu hetta skal gerast. Fundur verður í Uttanlandsnevndini um norðhavssildina næsta hósdag. Føroyar vóru ikki við í semjuni hjá strandalondunum um sildina, sum varð gjørd herfyri, tí føroyska samráðingarnevndin vildi ikki góðtaka kvotuna, sum hini londini vildu tillutað Føroyum. Landsstýrismaðurin hevur boðað frá, at hann í næstum fer at áseta kvotuna hjá Føroyum. Og hetta verður eftir ráðførslu við Uttanlandsnevndina. Løgtingið hevur so fá mál í løtuni, at tingfundur verður ikki aftur fyrr enn 13.februar, sigur Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður. Sum vant hesa ársins tíð eru fá mál í tinginum. Men fyrst í mars, tá seinasti framløgudagur í tingsetuni er, kemur ein rúgva av málum, bæði frá landsstýrinum og andstøðuni. Í ár er seinasti framløgudagur 7. mars. Skrivligir fyrispurningar Nøkur tingmál eru í nevnd og bíðað verður eftir svari upp á nakrar skrivligar fyrispurningar. Í gjár kom álitið hjá Mentanarnevndini um mentanarsøgulig skip. Nevndin tekur undir við, at fólk og feløg, sum eiga varðveitingarverd skip, kunnu fáa pengar frá landinum fyri at røkja skipini. Í fyrsta umfari verða settar av 400.000 krónur til endamálið. Tað var íslendska havrannsóknarskipið Bjarni Sæmundsson, sum í 2007, á 83 metra dýpi, fekk eina 11 sentimetrar breiða kúskel í trolið. Kúskelin varð seinni send til Bretlands, har granskarar skuldu staðfesta, hvussu gomul hon var. Og nú hava bretskir serfrøðingar staðfest, at kúskelin var 507 ára gomul, tá ið hon varð fiskað, og harvið er kúskelin elsta djórið í heiminum, sum menn vita um. Vakt stóran ans Hetta hevur vakt stóran ans millum ellisgranskarar í Onglandi og Týsklandi. Hesir granska, hví livandi verur eldast. Hvussu kann ein kúskel gerast so gomul Kann kú skelin vísa okkum vegin til The Elixir of Life, Lívsins Heilsudrykk, sum kann geva menniskjanum ævigt lív, ella møguliga økja um lívstíðina hjá menniskjanum Hetta eru spurningar, sum ellisgranskarar vóna, at kú kelin kann svara. Vit fara at granska, hvussu kúskelin kann gerast so gomul men eg vænti ikki at vit finna svarið upp á ævigt lív, sigur íslendski granskarin, Haraldur Sigurðsson. Kanska er svarið einfalt. Um ein ynskir ævigt lív, so skal ein búgva niðri á tí kalda havbotninum, vardir av eini skel, heldur hann skemtandi fyri. Talan er um eina kúskel av slagnum Arctica islandica, sum er rættliga vanlig undir Íslandi. Kelda www.mbl.is Jan Højgaard heldur fram sum formaður í Føroya Fiskimannafelag, og hann fer nú undir sítt triðja formansskeið. Jan Højgaard fekk 334 atkvøður, sum svara til 57 prosent av øllum atkvøðunum á valinum. Grímur Hammer fekk 151 atkvøður, ella 25 prosent, og Sakaris Zachariasen fekk 108 atkvøður, sum svara til 18 prosent. Tilsamans komu 619 atkvøður. Valluttøkan var 25 prosent. Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum á middegi. 26 heiltíðarstørv færri verða nú í Eik Banka, og 13. februar lata deildirnar í Vestmanna, Fuglafirði og við Norðskála aftur. Deildin á Sandi verður bara opin ein dag um vkuna. Eik Banki sigur soleiðis á heimasíðuni í morgun Eftirspurningurin eftir bankatænastum í Føroyum hevur verið lakari enn roknað varð við. Eik hevur harumframt staðfest, at tørvurin á smærri deildum kring landið ikki er tann sami sum áður. Avgerð er tí tikin um at minka um deildarnetið samsvarandi hesum, umframt at niðurlaga starvsfólkahópin. Tann 13. februar lata deildirnar í Vestmanna, Fuglafirði og við Norðskála aftur. Á deildini á Sandi verða upplatingartiðirnar broyttar soleiðis, at deildin er opin ein dag um vikuna. Nakrar størri deildir verða styrktar, eins og víðkað verður um upplatingartíðir og arbeiðsøki hjá Kundatænastuni. Kundatænastan verður í størri mun mannað við kundaráðgevum, sum kunnu veita ráðgeving umvegis telefon og teldupost. Harafturat verða teldupostar og telefonir svaraðar til klokkan 17.30 á kvøldi frá mánadegi til hósdag. Tað er harmiligt at fremja slíkar broytingar og at siga dugnaligum starvsfólkum úr starvi. Men tað er neyðugt at laga okkum til tann veruleika, at verandi bygnaður og starvsfólkatal ikki er í samsvari við virksemið. Harafturat eru broytingarnar neyðugar fyri at betra um kappingarføri okkara, sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í Eik. Síðst í hesum árinum verður fyrsta heiðursgávan latin fyri eldrarøkt. Eftir aðalaorðaskiftið í løgtinginum um eldrapolitikkin í gjár kunngjørdi landsstýriskvinnan í almannamálum, at hvørt ár verður latin ein viðurkenning og heiðursgáva fyri gott átak í eldrarøktini. Tað kann vera fyri tænastu, heim ella dagtilhald, sum skara framúr. Annika Olsen vónar, at heiðursgávan fer at hava við sær fleiri nýskapandi loysnir í eldrarøktini og skapa eitt meira jaligt alment orðaskifti um eldrarøktina. Fyrsta heiðursgávan verður latin síðst í árinum. Óheft fakfólk fara at lata landsstýriskvinnuni í almannamálum uppskot um tey, sum eiga at fáa heiðurin. Gamla línuskipið Morgunstjørnan, sum herfyri varð selt til Noregs, verður upphøgt. Fiskeribladet Fiskaren.no. skrivar, at Morgunstjørnan varð keypt fyri at flyta hýsu og toskakvotur til onnur skip hjá sama reiðaríi. Kvoturnar skulu flytast frá skipinum Kamaro, sum skal seljast, til Morgunstjørnuna og haðani til tvey onnur skip hjá sama reiðaríi, Frøyanes og Frøyanes Senior. Síðani verður Morgunstjørnan, fyrsta stállínuskipið, sum varð smíðað á Tórshavnar Skipasmiðju í 1961, seld sum gamalt jarn. Norsku reglurnar um, hvussu nógvar kvotur, línuskip kunnu hava, vórðu broyttar í fjør heyst. Nú kann hvørt skip hava fimm toskakvotur í staðin fyri tríggjar sum fyrr. Fiskimálaráðið er ikki farið at viðgera eina broyting í lógini um landsjørð, sum stjórin á Búnaðarstovuni eftirlýsti í gjár, nú Búnaðarstovan ikki slapp at selja festibrævið til festið í Famará. Tað sigur Rógvi Reinert, aðalstjóri. Í fyrsta umfari skal Búnaðarstovan loysa ítøkiliga málið málið um Famará. Kann ikki selja Búnaðarstovan kann sambært lógini lata festibrævið, ikki selja tað. Búnaðarstovan kann eisini selja fastognir. Men hon kann ikki selja festibrøv, sigur Fiskimálaráðið. Árni Brattaberg í Vági, sum hevur hægsta boð upp á festið í Famará, hevur ongar viðmerkingar í løtuni, nú Fiskimálaráðið hevur ógildað avgerðina at selja honum festibrævið. Men tilboðið stendur við, sigur hann, og trygd er veitt fyri pengunum. Skal landið fara undir at gera Sandoyartunnilin beinan vegin, krevst játtan á fíggjarlógini. Tískil ber ikki til at røkka málinum um, at hallið á fíggjarlógini skal verða burtur í 2016, og samstundis fara undir Sandoyartunnilin, uttan so at aðrar íløgur verða raðfestari aftari. Tað sigur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, í svari til skrivligan fyrispurning frá Elsbeth Mercedes Gunnleygsdóttir, løgtingskvinnu, sum spurdi, um Sandoyartunnilin kann fíggjast við láni, so farast kann undir verkætlanin beinan vegin. Raðfesta bygningar Kári P. Højgaard vísir á, at samgonguflokkarnir í búskaparfrágreiðingini Á rættari kós, sum varð løgd fram í fjør, raðfesta íløgur í bygningar næstu árini, tí tær skapa mest virksemi. Tunnilsgerð skapar nógv minni virksemi enn at byggja og umvæla bygningar. Henda raðfestingin verður eisini endurspeglað í fíggjarlógini fyri 2013, sigur landsstýrismaðurin. Taka lán Kári P. Højgaard sigur, at tá verklagslógin um Sandoyartunnilin er samtykt, er ikki vist, at landskassin hevur gjaldføri at fíggja byggingina. Byggitíðin eigur at verða so stutt sum til ber, og tí er ikki ósannlíkt, at neyðugt verður at taka lán at fíggja arbeiðið. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, er komin upp í málið um Sandoyartunnilin, og hann hevur boðað frá, at arbeiðið skal byrja longu í 2015, tí fólkatalið í Sandoynni minkar so skjótt. Sandoyartunnilin er til viðgerðar á samgongufundi í dag. Samgongan fer á fundi seinni í dag at viðgera málið um ætlaða skúladepilin í Marknagili. Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, hevur upplýst fyri løgtinginum, at neyðugt verður á 64 milliónum krónum í meirjáttan, um skúladepilin skal gerast veruleiki. Bjørn Kalsø miðar ímóti, at meirjáttanin skal vera so útreiðsluneutral sum gjørligt. ætlanin er at selja gamla Handilsskúlan og hallirnar hjá Tekniska skúla í smiðjugerði, og á tann hátt at fíggja ein part av meirkostnaðinum. Kommunan víst áhuga Tað er Tórshavnar Kommuna, sum hevur víst áhuga fyri bygningunum, og samráðingar vera millum partarnar í næstum. Bjørn Kalsø hevur tí ikki mist vónina um, at fígging fæst til vega, so farast kann undir arbeiði at byggja skúladepilin í Marknagili. Umframt Marknagilsdepilin eru tvey onnur stórmál á skránni. Samgongan fer at umrøða játtanarkarmarnar fyri næstu árini og ætlanina at gera Sandoyartunnilin. Løgtingið fer í dag at viðgera uppskotið frá Fíggjarmálaráðnum um heildarveitingina úr ríkiskassanum í ár. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, skjýtur upp at blokkurin í ár hækkar 8,1 millión krónur, upp í 632,2 milliónir krónur. Hækkingin svarar til prístalsviðgerðina á donsku fíggjarlógini. Heildarveitingin í fjør varð eisini prístalsviðgjørd. Tá hækkaði hon úr 615,5 milliónum upp í 624,1 millión krónur. Blokkurin lækkar Fíggjarmálaráðið sigur, at í veruleikanum lækkar heildarveitingin í ár. Prístalsvøksturin á donsku fíggjarlógini er 1,3 prosent, men sambært Hagstovuni hækkaði prístalið í Føroyum 2,4 prosent triðja ársfjórðing í fjør. Verður prístalsvøksturin tann sami í ár, lækkar heildarveitingin úr Danmark 1,1 prosent í 2013, sigur Fíggjarmálaráðið í viðmerkingunum til uppskotið. Tað er ikki vanliga greinin um hóttanir í revsilógini, sum løgfrøðingarnir á Fútaskrivstovuni hyggja í, nú kannað verður, um Sjúrður Højgaard skal skuldsetast og seinni ákærast. Tað er grein 119, sum hugt verður í. Tann greinin er um at hótta fólk, sum eru í almennum starvi. At vera prestur er alment starv. Anne Mette Klemensen, prestur í Fuglafirði, kendi bæði seg og familju sína hótta, tá Sjúrður Højgaard viðgjørdi hana í einari prædiku á internetinum tann 3. januar. Meldaður Prestur meldaði Sjúrð Højgaard til politiið, sum avhoyrdi Sjúrð Højgaard tann 6.januar. Hann var ikki skuldsettur. Men hann hevði rættindini hjá einum skuldsettum, so sum at kunna krevja sakførara og nokta at svara spurningunum hjá politinum. Nú er málið til løgfrøðiliga meting hjá fútanum fyri at vita, um meira skal gerast við tað. Kannað verður eisini, um Sjúrður Højgaard kann skuldsetast fyri ærumeiðing og fyri brot á grein 266B, sigur Linda Hesselberg á Fútaskrivstovuni. Grein 266B er um at hótta fólk ella vænæra fólk fyri millum annað teirra trúgv ella uppruna. Arbeiðsloysisskipanin søkir nú eftir stjóra at byrja 1.apríl ella sum skjótast. Stjórin er eisini stjóri fyri Trygdargrunn fiskivinnunnar. Lønin er slakar 49.200 krónur um mánaðin umframt 15 prosent í eftirløn, tilsamans 56.580 krónur. Síðani Ernst Jacobsen varð biðin um at fara fyrst í hesum árinum, hevur Marjun Eystberg verið virkandi stjóri í ALS. Dátureftirlitið skal eisini hava nýggjan stjóra, nú Ingunn Eiriksdóttir fer í starvið sum fyrisitingarstjóri hjá Tórshavnar kommunu. Stjórin í Dátueftirlitinum fær 45.200 krónur um mánaðin umframt 15 prosent í eftirløn. Á midnátt í kvøld endar formansvalið í Fiskimannafelagnum. Trý valevni eru, Jan Højgaard, sum hevur verið formaður seinastu seks árini, Grímur Hammer á Eiði og Sakarias Zachariasen heima á Sandi. 2200 atkvøðuseðlar eru farnir út. Fiskimannafelagið hevur 850 limir, men øll, sum mynstraðu í 2012 og 2011, kunnu velja formannin. Onnur kunnu eisini velja Formansvalið í Fiskimannafelagnum er óvanligt á tann hátt, at eisini limir í øðrum manningarfeløgum kunnu velja formannin. Øll uttan skiparar kunnu velja, tí Fiskimannafelagið umsitur limagjald og frítíðarløn hjá øllum. Kunngjørt verður um middagsleitið í morgin, hvør er valdur til formann, verður upplýst á skrivstovuni hjá Fiskimannafelagnum. Formaðurin í Fiskimannafelagnum verður valdur fyri trý ár. Føroyingar, sum sigla við grønlendskum skipum, fara nú at fáa pengar úr Samhaldsfasta, tá teir gerast fólkapensjónistar. Og føroyingar, sum búgva uttanlands, men rinda skatt í Føroyum, sleppa undan gjaldinum til Samhaldsfasta. Fíggjarmálaráðið fer at biðja løgtingið gera lógina um Samhaldsfasta arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin meira rættvísa frá 1.januar í ár at rokna. Fólk, sum hava fastan bústað í Føroyum, men sigla við grønlendskum skipum, noyðast at vera skrásett í grønlendska fólkayvirlitinum. Kortini hava tey skyldu til at gjalda í Samhaldsfasta. Men tey hava ongan rætt til at fáa pengar úr grunninum. Tann rættin fara tey at fáa nú. So eru tað tey, sum hava fastan bústað uttanlands, men kortini noyðast at gjalda í Samhaldsfasta, tí inntøka teirra er skattskyldug í Føroyum. Men tey hava heldur ongan rætt til pengar úr grunninum. Og tí sleppa tey nú undan at gjalda í grunnin. Flestu føroyingar eru føddir í Norðurlondum, og ikki óvæntað eru teir flestu føddir í føroyum. Síðani koma Danmark, Ísland, Grønland og Noreg. Tað vísa tøl frá fólkateljingini. Ein broyting er, at í 1977 var Bretland á einum fimta plássi yvir føroyingar, føddir uttanlands. Hetta er broytt, tí hava Filipsoyggjar trokað Bretland av listanum. Fólkateljingin vísir, at 83 føroyingar hava foreldur, sum bæði eru fødd í Filipsoyggjum. 66 hava foreldur, har bæði eru fødd í Teilandi, og 61 hava foreldur, har bæði eru fødd í Rumenia. Føroyingar lata sum heild væl at heilsuni, sambært fólkateljingini, sum var 11.november í 2011. Í aldursbólkinum upp til 60 ár siga 80 prosent seg hava sera góða ella góða heilsu. Spurningurin um heilsuna er spurningurin um, hvussu hvør einstakur heldur sína heilsu vera, og byggir tí ikki á læknaligar metingar. Samanumtikið søgdu tey flestu, at heilsan var á góðari leið. Umleið tvey og eitt prosent søgdu seg hava ringa ella sera ringa heilsu. Hjá fútanum kanna løgfrøðingarnir nú málið hjá sóknarprestinum í Fuglafirði, Anne Mette Klemensen, sum hevur meldað prædikumannin, Sjúrð Højgaard. Málið er til løgfrøðiliga meting fyri at staðfesta, um Sjúrður Højgaard skal skuldsetast. 266 B eisini við Mett verður, um Sjúrður Højgaard hevur hótt fuglfjarðarprest ella ærumeitt hana. Grein 266 B í revsilógini er eisini við í metingunum. Sjúrður Højgaard er ikki skuldsettur í málinum. Men tá politiið avhoyrdi hann tann 6.januar, hevði hann rættindini hjá einum skuldsettum. Í eini prædiku, sum Sjúrður Højgaard legði á internetið tann 3.januar, og sum var stílað beinleiðis til kirkjufólkið í Fuglafirði, legði hann so ógvusliga eftir prestinum, at Anne Mette Klemensen kendi bæði seg og familju sína hótta. Tí avgjørdi hon at melda Sjúrð Højgaard. Tað verður ein skerdur skúladepil, sum skal byggjast í Marknagili. Føroya størsta byggiverkætlan er tódnað góðar 2000 fermetrar í gólvvídd. Landsverk er komið við sínum endaliga tilmæli til landsstýrismannin í mentamálum. Sparingar kunnu fremjast fyri góðar 92 milliónir krónur. Kortini verða allar funktiónir og krøv, sum byggiskráin tilskilar, varðveittar. Eisini ber til at varðveita artitektoniska hugskotið, sigur Landsverk í tilmælinum. 2.000 fermetrar færri Tilmæli umfatar eina røð av sparingum. Eitt nú minkar samlaða gólvvíddin við á leið 2000 fermetrum. Hetta merkir millum annað, at skúlastovurnar, sum skuldu vera 69,4 fermetrar, nú vera 65,5 fermetrar til støddar. Samlaða bygningshæddin lækkar við 3,8 metrum, og 20 prosent av glassfasaduni skal takast burtur og annað tilfar skal nýtast í staðin umframt aðrar sparingar. Hóast Landsverk hevur funnið sparingar fyri 92 milliónir krónur, restar framvegis nógv í, tí skúladepilin gjørdist 155 milliónir krónur dýrari enn ætlað. Tí mælir Landsverk Mentamálaráðnum til at biðja um eina meirjáttan á 64 milliónir krónur til endamálið. 455 milliónir krónur. Mælt verður eisini til, at verklagslógin verður broytt samsvarandi, so Landsverk fær heimild at brúka tilsamans 455 milliónir krónur at byggja skúladepilin fyri. Haraftrat skulu aðrar 60 milliónir krónur brúkast til innbúgv. Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, hevur upplýst fyri løgtinginum, at arbeitt verður við at broyta verklagslógin, so játtanin verður hækkað. Landsstýrismaðurin segði við útvarpið í gjár, at samgongan í hesi vikuni fer at viðgera málið um Marknagilsdepilin, og tá fæst at vita, um hann fær undirtøku í samgonguni fyri broytingunum. Bygginevndin fyri Marknagilsdepilin er kunnað um tilmæli frá Landsverki, og bygginevndin tekur undir við broytingunum. Býráðið í Sunda kommuna samtykti einmælt í gjárkvøldið, at almennir býráðsfundir í kommununi verða stroymaðir beinleiðis á heimasíðuni hjá kommununi. Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu, sigur, at nú verður kannað, hvussu hetta skal gerast, hvør útgerð krevst, og hvussu nógv tað kostar. ætlanin er, at bara býráðslimirnir skulu síggjast á myndunum, sum verða lagdar á heimasíðuna. Møguliga verður klárt at stroyma, tá næsti býráðsfundur verður í Sunda kommunu, tað er um ein mánað. Nýggja býráðið í Sunda kommunu strikaði á sínum fyrsta fundi eina avgerð, sum gamla býráðið tók á sínum seinasta fundi. Allir sjeyndu flokkarnir í kommununi skulu kortini ikki vera í Felagsskúlanum á Oyrarbakka frá næsta skúlaári. Tað samtykti býráðið annars tann 17.desember í fjør. Men í gjárkvøldið varð samtyktin ógildað við sjey atkvøðum fyri og fýra ímóti. Øll skúlastýrini ímóti Øll skúlastýrini í kommununi vóru ímóti bara at hava sjeynda flokk í Felagsskúlanum. Í gjárkvøldið samtykti býráðið at gera ein nýggjan skúlabygnað fyri kommununa. Uppskot skal verða gjørt fyri summarfrítíðina í ár, og endaliga loysnin skal vera liðug við árslok. ætlanin er, at nýggi bygnaðurin skal virka, tá farið verður í skúla eftir summarfrítíðina í 2014. Stívliga 200 skúlabørn eru í skúlunum í Sunda kommuna, frá fyrsta til sjeynda flokk. Harafturat eru 80 næmingar í framhaldsdeildini í Felagsskúlanum. Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, kennir einki til ætlanina hjá løgmanni at framskunda ætlanina um Sandoyartunnil, so farast kann undir arbeiðið í 2015. Kári P. Højgaard sigur við Sosialin, at málið hevur ikki verið fyri á landsstýrisfundi, og hann væntar at fáa eina frágreiðing frá Kaj Leo Holm Johannesen. Landsstýrismaðurin í innlendismálum vísir á íløguætlanina, sum er løgd, og skal Sandoyartunnilin framskundast, má annað virksemi útsetast, sigur Kári P. Højgaard við Sosialin. Bárður ivast eisini Eisini Bárður Nielsen, formaður í fíggjarnevndini, ivast í, um tað er rætt at fara undir Sandoyartunnilin longu um tvey ár. Vit hava ikki fingið javnvág á fíggjarlógina, og at seta 800 milliónir krónur av til ein Sandoyartunnil frá 2015 og mong ár fram í tíðina, fari eg at ivast í, um ráð eru til, sigur Bárður Nielsen við Sosialin. Løgmaður hevur sagt, at hann ætlar at seta ein arbeiðsbólk við umboðum fyri samgonguflokkarnar, sum skal koma við einum tilmæli um Sandoyartunnilin í heyst. Og stendur tað til Kaj Leo Holm Johannesen skal arbeiðið byrja í 2015. Allir fíggingarmøguleikar eiga at verða kannaðir, hevur løgmaður sagt við Sosialin. Eitt semingsfólk eigur at loysa trætuna millum strandarlondini um makrelin. Tað skeyt skotski fiskimálaráðharrin, Richard Lochhead, upp fyri fiskiveiðiráðnum hjá ES í gjár. Hann heitir á aðrar fiskimálaráðharrar í ES um at taka uppskot hansara í fullum álvara. Richard Lochhead ætlar eisini at skriva Mariu Damanaki, fiskivinnukommisseri, bræv og spyrja hana, hvat hon heldur um uppskotið um at seta altjóða semingsfólk at loysa makreltrætuna. Handilsforðingar Annars mælir skotski fiskimálaráðharrin framvegis til, at ES setir Føroyum og Íslandi handilsforðingar, slaka londini ikki fyri ES og Norra í makrelmálinum. Slíkar handilsforðingar koma ikki, tí ES hevur ásannað, at ES fiskar ikki makrel á burðardyggan hátt, og ES kann tí ikki revsa onnur, sum fiska makrel. ES og Norra hava ognað sær 90 prosent av tilmæltu makrelkvotuni í ár. Í dag fer løgtingið at hava aðalorðaskifti um eldrapolitikk. Fólkapensjónistarnir gerast fleiri og fleiri. Í dag eru 5.500 fólk 67 ár ella eldri í Føroyum. Um bara 20 ár, í 2033, vera tey tvær ferðir so nógv, vísa framrokningar. Landsstýrið ætlar, at kommunurnar skulu fáa eldraøkið tann 1.januar næsta ár. Annika Olsen, landsstýriskvinna, legði eitt spildurnýtt álit um eldrapolitikk fyri løgtingið í síðstu viku. Og tað álitið er grundarlagið undir aðalorðaskiftinum í dag. Aðalorðaskiftið í løgtinginum byrjar klokkan tíggju. Búnaðarstovan skal viðgera festið í Fámará av nýggjum. Tað avgjørdi Fiskimálaráðið í gjár. Fiskimálaráðið hevur ógildað avgerðina hjá Búnaðarstovuni um at selja festibrævið fyri Fámará, og hevur víst málinum aftur til Búnaðarstovuna til nýggja viðgerð. Eingin heimild Búnaðarstovan hevði hvørki materiella ella fíggjarliga heimild at selja festið, sigur Fiskimálaráðið. Tí bara festarar kunnu selja festibrøv. Búnaðarstovan er ikki festari. Búnaðarstovan sigur, at hon kom í festaralíknandi støðu, tá lógin um landsjørð kom í 2007. Tí tá hevði Búnaðarstovan festibrævið í Fámará. Tað er materiella heimildin sambært Búnaðarstovuni, sum sigur seg hava skyldu til at fáa sum mest fyri festibrævið. Tí varð tað selt hægstbjóðandi. Búnaðarstovan ikki festari Men Fiskimálaráðið sigur nú, at Búnaðarstovan er ikki festari og kann tí heldur ikki koma í festaralíknandi støðu. Var tað ætlanin við lógini um landsjørð, at Búnaðarstovan skuldi kunna selja festibrøv, hevði løgtingið samtykt tað, sigur Fiskimálaráðið. Um fíggjarligu heimildina sigur Búnaðarstovan, at semja var millum Búnaðarstovuna og Búnaðargrunnin um at flyta grunninum ágóðan, tá festibrævið fyri festið Fámará varð selt. Men heldur ikki her eru løgfrøðingarnar hjá Búnaðarstovuni og Fiskimálaráðnum samdir. Bara festarar kunnu selja Fiskimálaráðið sigur, at hvørki fíggjarlógin fyri 2012, lógin um Búnaðargrunnin ella aðrar lógir geva Búnaðarstovuni fíggjarliga ella materiella heimild at selja festibrøv. Bara festarar kunnu selja festibrøv. Fiskimálaráðið sigur eisini, at stjórin á Búnaðarstovuni, Bjørn Patursson, er ikki ógegnigur at viðgera og avgreiða málið um Famará av nýggjum. Búnaðarstovan avgjørdi fyri sjey mánaðum síðani at selja Árna Brattaberg í Vági festið í Fámará. Hann hevði hægsta boð upp á festið. Men Jóhan Dalsgaard, sum býr í Famará, og eisini bjóðaði upp á festið, kærdi avgerðina til Fiskimálaráðið. Føroya Musikkskúli noyðist helst siga trimum lærarum úr starvi næstu árini, tí játtanin til Musikkskúlan verður óbroytt hetta til 2017. Tað fer at hava við sær, at bíðilistin leingist munandi. Leiðarin á Musikkskúlanum, Martin Mouritsen, sigur í dag við Dimmalætting, at skúlin má taka avleiðingarnar av, at játtanin stendur í stað. Lønarhækkingar og annað gera, at minni verður at undirvísa fyri. Slepst ikki undan uppsagnum Tað slept neyvan undan at skerja talið á lærarum enn meira, og neyðugt verður við uppsagnum, tí tann náttúrliga frágongdin er ikki ein møguleiki. Lærararnir eru ungir, og eingin fer frá vegna aldur næstu átta árini, sigur Martin Mouritsen við Dimmalætting. Síðani 2008 hava hálvt fimta ársverk færri verið í Musikkskúlanum. Í dag eru fleiri enn 1000 føroysk børn á bíðilista at sleppa inn á Musikkskúlan. Verða uppsagnirnar framdar, økist bíðilistin við 150 børnum afturat. Nettojáttanin til Musikkskúlan er 11,7 milliónir krónur. Taks er ikki ført fyri enn at krevja inn heilsutrygdargjaldið, sum varð broytt á nýggjárinum. Í nýggju skipanini er gjaldið sett til 160 krónur um mánaðin, og harafturat skulu gjaldast 0,55 prosent av lønini. Skipanin, sum skal draga prosentpartin frá skattskyldugu inntøkuni, er ikki tøk enn, og tað hevur við sær, at einans grundupphæddin 160 krónur verður drigin frá í januar. Klárt í mars Taks, sum krevur gjaldið inn fyri Heilsutrygd, sigur, at eftir ætlan verður skipanin, sum skal draga prosentpartin frá, klár í mars mánaði. Tá verður prosentparturin av skattskyldugu inntøkuni fyri januar og februar kravdur inn. Tá skipanin er klár, fer Taks at taka 160 krónur í føstum gjaldi og síðani 0,55 prosent av skattskyldugu inntøkuni mánaðin fyri. Roynt verður nú at selja fiskavirkið í Haldórsvík í fríari sølu. Eydnast tað ikki, verður virkið selt á tvingsilsuppboði. Trotabúgvið eftir smápartafelagið Farita, sum virkaði saltfisk í Vík, hevur lýst virkið til sølu. Tveir veðhavarar eru í virkinum, Útnorðurgrunnurin og Eik Banki. Fiskavirkið í Vík er tveir bygningar, annar er 1275 fermetrar, og hin er 475 fermetrar. Tað er framvegis ógreitt, hvør lagnan verður hjá skúladeplinum í Marknagili. Landsstýrismaðurin fær endaliga tilmælið frá Landsverki í dag. Føroya størsta byggiverkætlan gjørdist 155 milliónir krónur dýrari enn ætlað. Verkætlanin er tí endurskoðað, og alt bendir á, at talan verður um ein skerdan skúladepil. Tó verður framvegis neyðugt at biðja løgtingið um eina eykajáttan. Tað upplýsti Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, fyri løgtinginum mikudagin, tá hann svaraði fyrispurningum frá Bill Justinussen úr Miðflokkinum og Rigmor Dam úr Javnaðarflokkinum. Tilmælið frá Landsverk er nú liðugt skrivað, og verður handað landsstýrismanninum seinni í dag. Tað váttar Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki. 64 milliónir krónur í eykajáttan Bjørn Kalsø upplýsti fyri løgtinginum mikudagin, at neyðugt verður helst at biðja løgtingið um eina eykajáttan á 64 milliónir krónur. Bjørn Kalsø sigur við útvarpið í dag, at samgongan fer at viðgera málið um Marknagilsdepilin í hesi vikuni. Tá fæst eisini at vita, um landsstýrismaðurin fær undirtøku fyri uppskotinum um at broyta verklagslógina og biðja løgtingið um eina eykajáttan. Bjørn Kalsø sigur, at politiska viðgerðin verður avgerandi fyri, hvussu víðari skal farast fram í verkætlanini. Eg fari ikki í løgtingið við einum uppskoti um at broyta verklagslógina, um semja ikki fæst í samgonguni fyri hesum, segði Bjørn Kalsø í stuttari viðmerking, beint áðrenn landsstýrisfundurin byrjaði fyrrapartin. Stendur tað til landsstýrsmannin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, skal einki áramál setast á fiskirættindini í framtíðini. Tað er ætlanin í einum uppriti til nýggja fiskivinnulóggávu, sum Jacob Vestergaard legði fram á landsstýrisfundi í morgun, og sum útvarpið hevur fingið hendur á. Í uppritinum biður landsstýrismaðurin um at fáa undirtøku fyri at arbeiða víðari við eini røð av lógarbroytingum, sum millum annað snúgva seg um gildistíðina á fiskirættindum. Einki áramál Landsstýrismaðurin skjýtur í hesum sambandi upp, at einki áramál verður sett á fiskirættindini, men at landið kann siga fiskirættindini upp við eitt nú sjey til níggju ára varningi. Ein orsøk til at skjóta hendan leistin upp, sigur landsstýrismaðurin, at verandi rættarstøða, har fiskiloyvini ganga út í 2018, fær pengingastovarnar at aftra seg við at fíggja fiskiflotan. Ein skipan, har einki mark í útgangsstøðinum er fyri, hvussu leingi tú sleppur at hava eitt fiskiloyvi, merkir, sambært landdstýrismanninum, at greiðari ræðisrættur verður knýttur at veiðiloyvunum, fiskidøgum og kvotum. Uppskotið merkir ikki, at fiskiríkidømið verður lutað vinnuni fyri allar ævir. Sjey til níggju ár Tó skal nýggja skipanin tryggja, at rætturin til veiðiloyvi, fiskidagar ella egnar kvotur ikki kann takast frá eigaranum av fiskifarinum við styttri freist enn sjey til níggju ár. Skal rætturin takast frá eigarum av fiskiførum, áðrenn hetta skeiðið er runnið, kann talan verða um ognartøku. Og ognartøka kann bert fremjast, um almannagagnið krevur tað, og kann bert gerast við lóg og móti fullum endurgjaldi, staðfstir landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum. Til dømis skulu fiskiloyvi kunna takast aftur, um tey ikki hava verið brúkt í tvey ár. Ísland vann sakarmálið um Icesave EFTA dómstólurin vrakaði øll krøv frá ESA, sum er eftirlitsstovnurin hjá EFTA, og tað merkir, at íslendska ríkið sleppur undan at rinda Bretlandi og Niðurlondum 30 milliardir krónur í okkara peningi. Dómur fall fyrrapartin. Icesave netbankin helt til í Bretlandi og Niðurlondum, og innskjótaragrunnurin í teimum báðum londunum loftaði í fyrstu syftu viðskiftafólkunum, og kravdi síðani peningin aftur úr íslendska ríkiskassanum. Samráddust um loysn Í tveimum umførum vórðu samráðingar um eina loysn á málinum. Avtala varð gjørd, og hon varð samtykt í altinginum, men Ólafur Ragnar Grímsson, forseti, sýtti fyri at skriva undir undir lógirnar. Fólkaatkvøða var eisini um spurningin, men úrslitið var, at íslendingar vildu ikki gjalda peningin. Og nú hevur EFTA dómstólurin givið teimum viðhald. Sambært íslendska uttanríkisráðnum eru góðar 65 milliardir krónur í okkara peningi í trotabúnum eftir Landsbankan, sum átti Icesave netbankan. Roknað verður við, at trotabúgvið megnar at gjalda krøvini úr Bretlandi og Niðurlondum. Reiðaríið J.F.K Trol í Klaksvík eigur nú aftur ein Sjúrðarberg. Skipsportalurin skrivar, at reiðaríið hevur keypt frystitrolaran Haki úr Grønlandi. Trolarin hevur fingið navnið Sjúrðarberg, ið er eitt kent navn hjá reiðarínum. Hesin trolarin er heldur ikki ókendur í Føroyum. Hann hevur áður havt navnið Fuglberg, og tá var tað eisini reiðaríið í Klaksvík, ið átti skipið. J.F.K Trol seldi Fuglberg til eitt felag í Grønlandi, sum reiðaríið er partur av, men nú hevur skipið fingið heimstað aftur í Klaksvík og navnið Sjúrðarberg. Kúfiskur skal siga okkum, hvussu nógvur makrelur hevur verið undir Føroyum seinastu 100 árini. Endamálið er at fáa at vita, um tann nógvi makrelurin, sum er undir Føroyum nú, verður verandi her, skrivar Havstovan á heimasíðu sínari. Kúfiskur við Føroyar verður sera gamal, yvir 100 ár. Neyvt samband er millum vøksturin á kúfiski og makrelnøgdina. Tey árini, kúfiskurin veksur væl, verður lítið av makreli tvey ár seinni og øvugt. Orsøkin er helst, at tá kúpuskelin veksur seint, er tað tekin um nógv djóraæti við Føroyar, og øvugt. Tvey góð tíðarskeið Úrslit vísa, at seinastu 100 árini hava verið tvey sera góð tíðarskeið við makreli, 1988 1993 og aftur frá 2007. Úrslitini benda eisini á, at í minsta lagi ein partur av makrelinum við Føroyar er av føroyskum uppruna. Kanningin, sum nú skal gerast, skal eisini staðfesta sambandið millum vøksturin á kúfiski og djóraplankton á føroyska landgrunninum. Fiskivinnuroyndir er høvuðsstuðul og Statoli stuðlar eisini, nú sambandið millum kúfisk og makrel skal kannast. Fyri Havstovuna eru Una Matras og Petur Steingrund við í kanningini. Danska fólkakirkjan siglir vandasjógv. Raksturin hækkar støðugt, samstundis sum færri eru at gjalda, tí fólk taka seg úr kirkjuni. Støðan er ikki nøktandi, sigur biskupurin í Haderslev, Niels Henrik Arendt, við Berlingske. Tí er neyðugt at skipa fólkakirkjuna av nýggjum, sigur hann. Biskupurin sigur seg bera ótta fyri, at um hildið verður fram við at hækka kirkjuskattin, fara enn fleiri at venda kirkjuni bakið. Og tað fer so at hava við sær, at eingir pengar eru til raksturin, sigur hann. 600 milliónir krónur meiri í kirkjuskatti Seinastu árini er kirkjuskatturin hækkaður nógv, og nú fær kirkjan 600 milliónir krónur meiri í kirkjuskatti enn um aldarskiftið. Gongdin er ikki nøktandi, sigur Peter Christiansen, deildarleiðari í ríkisgrannskoðanini. Nýggj tøl vísa, at raksturin av kirkjuni dýrkar alsamt. Útreiðslurnar til virksemi í kirkjunum hækkaði við ein fjórðing frá 2000 til 2010. Danski kirkjumálaráðharrin, Manu Sareen, sigur seg vera varugan við støðuna. Hann sigur við Berlingske, at raksturin av fólkakirkjuni má betrast. Føroyingar eiga sum skjótast at seta á stovn føroyska sendistovu í Nuuk fyri at útbyggja sambondini, ikki minst vinnuligu sambondini, við Grønland. Tað halda Tjóðveldi og Framsókn, sum hava skrivað eitt uppskot til samtyktar um at stovna føroyska sendistovu í Grønlandi. Flokkarnir halda, at alt ov lítið er gjørt við politiska samstarvið og við annað samstarv millum Føroyar og Grønland. Hetta kann ein sendistova í Grønlandi bøta um. Ísland letur upp sendistovu í Grønlandi í heyst. Samtak mælir til at hækka gjaldið til Heilsutrygd. Samtak, sum er felagsskapur hjá arbeiðarafeløgum og Fiskimannafelagnum, hevur svarað landsstýrismanninum í heilsumálum. Landsstýrismaðurin er á veg í løgtingið við broytingum í lógini um heilsutrygd. Einki egingjald Ein broyting er, at fólk yngri enn 18 ár skulu ikki gjalda egingjald fyri heilivág. Hetta kostar hálva aðru millión krónur um árið. Og tað skal fíggjast við at hækka egingjaldið hjá øðrum, sum brúka nógvan heilivág. Og tað er skeivt, heldur Samtak. Í staðin fyri eigur almenna heilsutrygdargjaldið at hækka, so øll eru við til at fíggja broytingina. Samtak mælir eisini til, at heilsutrygdargjaldið verður gjørt til eitt samhaldsfast stigvíst hækkandi prosentgjald av lønini. Um middagsleitið fellur dómur í Icesave málinum, og íslendingar kunnu vænta at fáa milliardarokning. Verður íslendska ríkið dømt at gjalda rokningina, skal peningurin rindast Bretlandi og Niðurlondum, har Icesave netbankin helt til. Tað er EFTA dómstólurin í Luksemburg, sum hevur viðgjørt málið, og sum fer at fella dóm í dag. Spurningurin er, um tað var brot á reglurnar, at Ísland læt 350.000 bankakundar sigla sín egna sjógv, eftir at bankin fór á húsagang í 2008. Eftirlitsstovnurin hjá EFTA, ESA, vil vera við, at Ísland ígjøgnum innskjótara trygdarigrunnin eigur at tryggja viðskiftafólkunum 150.000 krónur í part. Innskjótaragrunnur loftaði Landsbankin, sum eisini fór á húsagang, átti Icesave netbankan, og innskjótaragrunnurin í Bretlandi og Niðurlondum loftaði teimum mongu viðskiftafólkunum hjá bankanum.Londini kravdu síðani peningin aftur frá igrave slandi eina upphædd, sum svarar til einar 30 milliardir krónur. Í tveimum umførum samráddist íslendska stjórnin um eina loysn á málinum. Avtalurnar, sum vórðu fingnar í lag, vóru samtyktar í altinginum, men íslendski forsetin, Ólafur ragnar Grimsson, sýtti fyri at skriva undir lógirnar. Fólkaatkvøða var um spurningin, men íslendingar vrakaðu uppskotini um at gjalda peningin aftur. Tí endaði málið hjá EFTA dómstólinum, sum kemur við síni avgerð í dag. Lækkar ferðagjaldið verður bíligari at flúgva úr Føroyum. Tað skilst á hoyringarsvarinum hjá Atlantic Airways, nú Fíggjarmálaráðið ætlar at lækka ferðagjaldið. ætlanin er at lækka ferðagjaldið longu 1.mars. Men Atlantic Airways vil hava minst ein mánað til at broyta sína bókingarskipan, so ferðaseðlaprísirnar lækka samsvarandi lækkaða ferðagjaldinum. Uppskotið ikki komið enn Og uppskotið hjá Fíggjarmálaráðnum er ikki lagt fram í løtinginum enn. Men løgtingið hevur tvey onnur uppskot um at lækka ferðagjaldið, annað frá Framsókn og hitt frá Janusi Rein, uttanflokkatingmanni. Av tí at ikki ber til at lata teimum, sum longu hava keypt ferðaseðil, pengar aftur, tá ferðagjaldið lækkar, mælir Atlantic Airways til, at lækkaða gjaldið bara er galdandi fyri ferðaseðlar, sum eru seldir frá tí degi, broytingin er kunngjørd. Annars vil Atlantis Airways helst, at ferðagjaldið hvørvur heilt um veturin fyri at fáa fleiri at flúgva í lágárstíðini. Stendur tað løgmann, verður arbeiðið at gera Sandoyartunnilin framskundað, og farast skal undir arbeiðið í 2015. Tað skrivar Sosialurin. Kaj Leo Holm Johannesen sigur við blaðið, at hann ætlar at seta ein bólk við umboðum úr øllum samgonguflokkunum at gera ítøkiligt uppskot um, hvussu fasta sambandið til suðurøkið í landinum skal skipast. Løgmaður ætlar, at bólkurin skal vera liðugur við arbeiði sítt í heyst. Hann sigur, at tá Sandoyartunnilin er veruleiki, eiga vit at hyggja enn longur fram og gera fast samband til Suðuroyar. Kunnu ikki sita hendur í favn Sandoyartunnilin er eitt av stóru málunum, sum samgongan skal loysa, tí vit kunnu ikki sita hendur í favn, meðan fólkatalið í Sandoynni fjarar burtur, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. Mett verður, at Sandoyartunnilin fer at kosta einar 800 milliónir krónur. Løgmaður heldur, at allir fíggingarmøguleikar eiga at verða kannaðir. Hann nevnir, at eftirlønargrunnarnir eiga nógvan pening, og Landsverk skotið upp at krevja fleiri bummgjøld. Og kanska hevur høvuðsstaðarkommunan eisini hug at vera við, um Sandoyggin eina ferð seinni verður løgd saman við Havnini, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, við Sosialin. Farið verður undir at útbyggja kirkjugarðin á Sandi í summar. Kommunan hevur sett av 700.000 krónur í ár, og hevur fingið tvey tilboð upp á jørðarbeiðið, sum skal gerast í summar. Kommunan hevur keypt okkurt um 1300 fermetrar norðan fyri kirkjugarðin fyri 100.000 krónur, sigur borgarstjórin heima á Sandi, Brandur Sandoy. Fornminnissavnið sigur, at lítil sannlíkindi eru fyri, at fornminni eru norðan fyri kirkjugarðin. Kirkjugarðurin var annars nóg stórur. Men fornminni eru funnin har, og tí keypti Mentamálaráðið lendið, góðar 1800 fermetrar, har sum fornminnini eru. Mentamálaráðið keypti lendið fyri hálva aðru millión. Bjørn svarað Pálli Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, hevur í dag svarað fyrispurningi frá Pálli á Reynatúgvu, løgtingsmanni og bygdarráðslimi á Sandi, um kirkjugarðin á Sandi. Landsstýrismaðurin svarar, at Mentamálaráðið hevur ikki álagt Sands kommunu nakra tíðarætlan fyri at gera nýggjan kirkjugarð, men sum skilst hevur tað skund, tí nógv pláss eru ikki eftir í eldra partinum av kirkjugarðinum, har sum lík nú verða grivin. Løgtingið játtaði hálva aðru millión krónur við eykajáttan í 2011. Sands kommuna fekk hálva millión í november í 2011. Hitt varð flutt, tá endaligt skeyti varð skrivað tann 14.februar í fjør, sigur Bjørn Kalsø í svarinum. Føroysku samráðingarfólkini høvdu eingi vísindalig prógv fyri sínum krøvum um størri lut í sildakvotuni undir samráðingunum í London fyrr í vikuni. Tað sigur Jan Birger Jørgensen í norska fiskamannafelagnum í samrøðu við Fiskeribladet Fiskaren í dag. Hann var partur av norsku samráðingarnevndini í London. Norðmenn harmast um, at Føroyar ikki vildu ganga við til semjuna, sum varð gjørd millum hini strandalondini, har Føroyar fingu tillutaðar 31.940 tons av sild, svarandi til 5,1 prosent av samlaðu veiðuni, men ikki tóku av. Skilja ikki hugburðin Vit skilja ikki føroyska hugburðin. Teir høvdu eingi konkret krøv um kvotu, og høvdu heldur eingi vísindalig prógv fyri, hví kvotabýtið skal broytast. Víst varð munnliga á broytingina í ferðingarmynstrinum, men hetta varð ikki undirbygt vísindaliga, sigur Jan Birger Jørgensen við Fiskaren Fiskeribladet, sum eisini hevur fingið hetta váttað frá norska samráðingarleiðaranum, Sigrun M. Holst. Eingi krøv um prosenpart komu frá føroyingum. Teir søgdu einki um, hvat teir vildu hava. Tað er trupult at tulka nakað, ið ein ikki skilir. Tað ber ikki til at áseta kvotur við at gita seg fram til, hvat partarnir vilja, staðfestir norski samráðingarleiðarin. Løgtingið hevur mannað nakrar tingnevndir av nýggjum. Tingið staðfesti í gjár broytingina, sum ber í sær, at Poul Michelsen úr Framsókn tekur sæti hjá Høgna Hoydal í mentanarnevndini. Høgni Hoydal er nú varamaður hjá Poul Michelsen í nevndini. Í Uttanlandsnevndini er tann broyting gjørd, at Janus Rein, uttanflokkatingmaður, ikki longur er varamaður hjá Poul Michelsen. Tað er í staðin Bjørt Samuelsen. Hinvegin er Janus Rein nú varalimur hjá Kristini Michelsen í rættarnevndini. Frammanundan var Rigmor Dam varalimur. Gott eitt prosent av rakstrinum hjá landskassanum verður fíggjað við brúkaragjøldum. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, upplýsti fyri løgtinginum í gjár, at í 2011 vórðu 53,8 milliónir krónur kravdar inn í ymiskum brúkaragjøldum, svarandi til 1,18 prosent av øllum rakstrinum í 2011. Afturat hesum eru nøkur brúkaragjøld, sum ikki eru við á fíggjarlógini. Páll á Reynatúgvu, tinglimur hjá Tjóðveldi hevði sett løgmanni skrivligan fyrispurning viðvíkjandi brúkaragjøldum av almennum tænastum. Strandferðslan krevur mest Umfatandi yvirlitið, sum løgmaður gav í svarinum, vísir, at Strandfaraskip Landsins krevja mest inn í brúkaragjøldum. Í 2011 kravdi Strandferðslan 58 milliónir inn í brúkaragjøldum. Kringvarp Føroya eigur næststørsta postin. Kringvarpsgjaldið í 2011 var 47,6 milliónir krónur. Triðstørstu inntøkuna frá brúkaragjøldum eigur Akstovan, sum kravdi 11,5 milliónir inn í 2011. Brúkaragjøldini fíggja alt virksemið hjá Akstovuni, umframt at stovnurin hevur eitt krav um avlop. Samfelagsfrøðin er longu við í fólkaskúlalógini. Tí er óneyðugt at broyta lógini soleiðis sum Javnaðarflokkurin vil. Tað sigur meirilutin í Mentanarnevndini hjá løgtinginum. Skal ungdómurin vera virkin í fólkaræðinum er neyðugt, at lærugreinin samfelagsfrøði gerst sjálvstøðug lærugrein í framhaldsdeildini í fólkaskúlanum, sigur Javnaðarflokkurin. Uppskot eiga at koma frá skúlafólkum Meirilutin í Mentanarnevndini sigur, at tá fólkaskúlalógin skal broytast, eiga uppskot um broytingar at koma frá myndugleikum, skúlafólkum og øðrum fakfólkum. Harafturat ber til at undirvísa í samfelagsfrøði eftir galdandi fólkaskúlalóg, millum annað í samfelagslæru. Minnilutin í Mentanarnevndini sigur, at júst krøvini til lærugreinina søga og samtíð, samfelagslæru, staðfestir illgrunan um, hvussu lítil dentur verður lagdur á nútíðar samfelagsviðurskifti, og hvussu stórur dentur verður lagdur á tað, sum farið er. Tveir tímar í samfelagsfrøði um vikuna í 9.flokki høvdu kostað landskassnum eina millión krónur um árið. Ingunn Eiriksdóttir er sett í starvið sum fyrisitingarstjóri hjá Tórshavnar kommunu. 22 umsóknir komu til starvið, sum gjørdist leyst, tá Bjørgfríð Ludvig gjørdist aðalstjóri í Vinnumálaráðnum. Ingunn Eiriksdóttir er 42 ára gomul. Hon er løgfrøðingur, og hevur seinastu seks árini verið stjóri á Dátueftirlitinum. Hon hevur eisini arbeitt á Løgmansskrivstovuni og í Innlendismálaráðnum. Søkt verður nú eftir fúta til Føroya. Danska løgmálaráðið vil hava umsóknirnar í seinasta lagi 19.februar. Lønin hjá fútanum er 600.643 krónur um árið umframt góðar 37.000 krónur í viðbót. Harafturat gevur starvið aðrar viðbøtur. Karen Marie Olesen fekk á nýggjárinum annað starv. Hon er leiðari hjá Sydøstjyllands Politi í Horsens. Karen Marie Olsen gjørdist fúti í Føroyum tann 1.oktober í 2005. 160 fólk arbeiða hjá politinum í Føroyum, 115 teirra eru politistar. Kunningarstovan hevði brúk fyri einari millión, tí hon skyldar 700.000 krónur og hon hevði 300.000 krónur ov lítið til raksturin í ár. Ein loysn á fíggjarliga trupulleikanum varð kortini funnin á býráðsfundi hóskvøldið. Býráðið fann peningin til Kunningarstovuna á tveimum kontoum, sum báðar høvdu avlop í 2012. 850.000 krónur verða tiknar av kontoini Umsiting og røkt av bygningum og 150.000 krónur verða tiknar av kontoini Val og valnevndir. Kommunan vil hava, at tað er slætt borð, so Kunningarstovan ikki stríðist við gamla skuld, sigur borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen. Tórshavnar kommuna hevur ein nevndarlim í nevndini hjá Felagnum Tórshavn, ið er eitt privat felag, ið eigur og rekur Kunningarstovuna í Havn. Arbeiðsloysið í Føroyum minkar støðugt. Nýggjastu tølini frá Hagstovuni vísa, at árstíðarjavnaða talið av fulltíðararbeiðsleysum var 1200 í desember. Tað eru 106 færri enn í november. Arbeiðsloysið minkaði sostatt úr 4,8 prosentum í november niður í 4,5 í desember mánaði, og tað er minsta arbeiðsloysið síðani 2009, skrivar Hagstovan. Fleiri kvinnur enn menn Tað eru framvegis fleiri arbeiðsleysar kvinnur enn menn. Í fjør vóru 316 færri menn arbeiðsleysir, og talið av arbeiðsleysum kvinnum minkaði við 249. 5,4 prosent av kvinnum og 3,8 prosent av monnunum eru nú arbeiðsleys. Í desember minkaði arbeiðsloysið í øllum sýslum. Í tali eru flest arbeiðsleys í Streymoy, men roknað í prosentum av arbeiðsfjøldini er arbeiðsloysið størst í Vágum og Suðuroy, men minst í Eysturoy Stórur munur er á arbeiðsloysinum í ymisku aldursbólkunum. Størst er tað millum tey elstu, og minst millum tey í miðjum árum. Mannagongdin hjá Jarðfeingi er skeiv, sigur smápartafelagið Vindrøkt í kæruni um avgerðina at loyva SEV at seta upp 13 vindmyllur í Húsahaga. Vindrøkt hevur kært til Vinnukærunevndina og samstundis biðið um, at kæran fær steðgandi virknað, so SEV ikki fær sett spakan í Húsahaga, fyrr enn kæran er avgjørd. Orsøkin til, at Jarðfeingi bjóðaði Húsahaga út til vindorku, var tann, at SEV søkti um loyvi har á sumri í fjør. Sambært elveitingarlógini kann landsstýrismaðurin í vinnumálum boða frá, at søkt er um Húsahaga, og at nú er leyst at søkja um økið. Og tað gjørdi landsstýrismaðurin. Og tað er eisini í lagi, heldur Vindrøkt. Men tað er ikki í lagi, at SEV so sleppur at søkja eina ferð afturat. Tí tað er ikki í samsvari við elveitingarlógina. Skal ikki kunna søkja aftur ætlanin er ikki, at upprunaligi umsøkjarin aftur ella eisini skal fáa høvi at søkja, ella tillaga og broyta sína umsókn, tá alment er lýst eftir øðrum umsøkjarum. Lógarteksturin, sum víst verður til í kæruni, sigur, at um umsókn er komin um at veita loyvi til framleiðslu úr vindorku, uttan at alment er lýst eftir umsóknum, og landsstýrismaðurin metir, at umstøðurnar og umsóknin tala fyri, at umsóknin eigur at verða viðgjørd, skal landsstýrismaðurin gera av, at loyvi bara kann verða givið aftaná, at alment hevur verið lýst, at umsókn um loyvi er móttikin, og at onnur áhugað kunnu søkja um sama loyvi við eini freist, sum er í minsta lagi 60 dagar frá tí, at lýst varð. SEV betri stundir enn Vindrøkt Vindrøkt sigur, at á henda hátt fekk SEV nógv betri tíð, ein eyka fyrimun, enn Vindrøkt at skriva sína umsókn. Jarðfeingi átti at brúkt umsóknina, sum kom frá SEV á sumri í fjør, tá støða varð tikin til umsóknirnar. Hetta gjørdi Vindrøkt Jarðfeingi vart við 14.januar fýra dagar, áðrenn Jarðfeingi avgjørdi at lata SEV og øðrum tilsøgn um loyvi. Vindrøkt undrast eisini á, at Jarðfeingi sigur, at íløgan hjá SEV kostar nógv minni enn tann hjá Vindrøkt, tí talan er um júst sama slag av vindmyllum frá sama veitara og fyri sama prís. Freist til 8. februar Vinnukærunevndin hevur givið SEV og Jarðfeingi freist til 8. februar at koma við viðmerkingum um, at kæran hjá Vindrøkt skal hava steðgandi virknað. Eitt felag, sum SEV og Magn fara at stovna, skuldi annars byrja í Húsahaga um ein mánað og vindmyllurnar skuldu standa uppi í summar. Nýggja felagið skal eiga og reka myllurnar og selja SEV streymin fyri 31,6 oyru fyri kilowatttíman. Eingin ætlan er um at lækka inngjaldið í Barsilsskipanina, hóast skipanin hevði góðar 18,8 milliónir krónur í yvirskoti í fjør, og fer at hava góðar 11,2 milliónir í yvirskoti í ár. Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, sigur, at Barsilsskipanin verður endurskoðað í løtuni, við tí endamáli at dagføra hana og gera hana smidligari. Broytingaruppskot verða løgd fyri tingið á ólavsøku, sigur landsstýrismaðurin. Kannað verður millum annað, um barsilsfarloyvið skal vera eftirlønargevandi, hvussu barsilsgjaldið hjá tímaløntum skal roknast, og um pápakvotan skal vera markað, so bara páparnir fáa hana. Tey, sum áttu partabrøv í FaroeJet, kunnu draga tapið frá í uppgerðini fyri kapitalvinning í 2012. Tað upplýsir Taks. Í januar í fjør varð endaliga staðfest, at partabrøvini í FaroeJet vóru farin fyri skeytið. Felagið fór á húsagang, og partabrøvini vóru tí einki verd longur. Er tapið av partabrøvunum í Faroejet størri enn annar kapitalvinningur, tá rentuinntøkur eru taldar við, kann hallið flytast fram til komandi ár líka til hallið er brúkt upp. Sambært lógini um kapitalvinning er einki mark fyri, hvussu nógv ár slíkt hall kann flytast fram, sigur Taks. Settu 25 milliónir krónur í felagið Trotabúgvið P f FaroeJet varð endað í Skiftirættinum hálvan desember í 2011. Knappliga 2,3 prosent fingu tey, sum áttu pengar hjá felagnum. Starvsfólkini fingu tó alla sína frítíðarløn, 840.000 krónur, tí lønarkrøv hava frammíhjárætt, tá feløg fara á húsagang. Flogfelagið FaroeJet varð stovnað beint fyri jól í 2005. 950 íleggjarar settu 25 milliónir krónur í felagið. Flogfarið hjá felagnum, Sólja, setti seg fyrstu ferð í Vágum 14.mai í 2006. Sjey mánaðir seinni vóru tær 25 milliónirnar uppi, og felagið fór í gjaldssteðg. 24.september í 2007 lýsti Skiftirætturin felagið at vera farið á húsagang. Posta bjóðar seg fram at krevja inn skuld fyri almennar stovnar. Og Posta vil byrja við at krevja inn pengar fyri Kringvarpið. Í brævi til Mentanarnevndina hjá løgtinginum sigur Tummas Nielsen, fíggjarstjóri í Posta, at tað hevur verið alment frammi, at trupult er at krevja inn skuld hjá Kringvarpi Føroya. Fyri at Posta kann krevja inn pengar fyri Kringvarpið krevst, at Posta fær fulla atgongd til skuldarskránna hjá Kringvarpinum.Í brævinum til Mentaranevndina stendur einki um, hvussu nógv, Posta vil hava fyri at krevja inn skuldina hjá Kringvarpinum. Tummas Nielsen og Joel undir Leitinum, stjóri á Posta, vóru á fundi við Mentanarnevndina í gjár. Lesandi eiga at kunna leiga íbúðir, sum eru 30 fermetrar, fyri 2.000 krónur um mánaðin. Tað er setningurin hjá Bústøðum, sum arbeiða við einari ætlan um íbúðir til fólk í útbúgving. Treytin er, at íløgan í íbúðirnar sleppur undan meirvirðisgjaldi, og at kommunurnar lata trygd fyri bíligum grundstykkjum. Kommunusamskipan Føroya sigur, at ætlanin er at lata byggiøki fyri einki til endamálið. Treytin er, at Bústaðir hava ábyrgdina av lestraríbúðunum, tá tær eru bygdar. Tórshavnar Kommuna hevur longu byggiøki at vísa á. Og Fíggjarmálaráðið leggur í løtuni seinastu hond á lógarbroyting, sum fer at sleppa lestraríbúðum undan meirvirðisgjaldi. Meirilutin er ímóti Mentanarnevndin hjá løgtinginum er liðug við uppskotið hjá Tjóðveldi, sum vil hava løgtingið at heita á landsstýrið um skjótast møguligt saman við avvarðandi pørtum at gera eina ætlan um at byggja lestraríbúðir kring landið. Meirilutin í nevndini, nevndarlimirnir hjá samgonguni, tekur ikki undir við uppskotinum, hóast meirlutin heldur, at uppskotið er skilagott. Grundgevingin er tann vanliga hjá samgonguni, tá andstøðan kemur við uppskotum, og hon er, at landsstýrið arbeiðir við málinum. Føroya Reiðarafelag søkir nú eftir stjóra. Nevndin í felagnum, sum ikki hevur virkað seinastu tvey árini, samtykti millum jól og nýggjár at søkja eftir stjóra til felagið. Lýsingin er í bløðunum í dag. Stjórin skal millum annað vera við í lønarsamráðingum við manningarfeløgini. Samráðingar eru í løtuni, men manningarfeløgini samráðast við hvønn skipabólkin sær. Sáttmálar eru gjørdir um verksmiðjutrolarar og línuskip. Freistin at søkja starvið sum stjóri í Reiðarafelagnum er 8.februar. Reiðarafelagið vil, at tann sum fær starvið, byrjar sum skjótast. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, fer nú at áseta Føroyum egna sildakvotu. Tað er greitt eftir fundin í London í dag, har øll strandarlondini uttan Føroyar tóku seg saman um ein nýggja semju um Norðhavssild fyri í ár. Í semjuni tilkila londini sær sama part av heildarkvotuni sum undanfarin ár. Niðurstøðan má sostatt vera, at hini strandarlondini eru ikki sinnað at samráðast um eitt nýtt býti av norðhavssildini, sigur Fiskimálaráðið. Góðtaka ikki býtið Á fundinum í London endurtók føroyska samráðingarnevndin, at Føroyar góðtaka ikki, at hildið verður fram við verandi býti. Hinvegin eru Føroyar til reiðar at samráðast um eitt nýtt býti, ið leggur upp fyri, at nógv norðhavssild er í føroyskum sjógvi, og sum fiskiskapurin eisini hevur prógvað. Eftir hetta tóku hini strandarlondini seg saman um eina nýggju semju, har Føroyar ikki eru partur. Málið kemur nú til politiska viðgerð í Føroyum, og eftir ta viðgerðina fer Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, væntandi um stutta tíð at áseta sildakvotuna fyri í ár, sigur Fiskimálaráðið. Strandarlondini Føroyar, Ísland, Noreg og ES eru undir samráðingunum í London í dag vorðin samd um at áseta heildarkvotuna av svartkjafti fyri 2013 til 619.000 tons. Kvotan, sum strandarlondini býta millum sín, verður 591.825 tons. Restin av kvotuni er sett av til altjóða sjógv, har serstakliga Russland hevur søgulig áhugamál at vísa á. Russland var við á fundinum sum eygleiðari. Avgerðin um at áseta heildarkvotuna til 619.000 tons er grundað á semjuna millum strandarlondini frá 2008 um langtíðar umsiting av svartkjaftastovninum. Hetta er ein munandi hækking í heildarkvotuni samanborið við í fjør, tá heildarkvotan var 391.000 tons. Spyrja ICES Strandarlondini eisini komin ásamt um at senda ICES fleiri fyrispurningar til ta eftirmeting av avtaluni um langtíðar umsiting av svartkjaftastovninum frá 2008, sum londini á sumri í fjør samdust um at senda ICES. Sambært avtaluni frá 2005 er føroyski parturin av ásettu kvotuni 26,1 prosent, tað er 155.000 tons í ár. Føroyar hava í sínámillum samráðingunum við Russland latið Russlandi 75.000 tons av føroysku svartkjaftakvotuni. Manningarfeløgini fara heldur ikki hesa ferð at bíða eftir Reiðarafelagnum, men gera nú sáttmálar við hvønn skipabólk sær. Sáttmálar eru gjørdir við verksmiðjuskipini, tað er trolararnir í Barentshavinum, og við línuskipini. Í dag er fundur um rækjuskipini, og í morgin er ætlanin at fáa fund við teir, sum eiga partrolararnar. Heilfrysta umborð Sáttmálin um verksmiðjutrolararnar er bara galdandi í ár. Broytingar eru á veg í tí flotanum. tlanir eru um at heilfrysta fisk umborð, og tí vilja manningarfeløgini ikki binda seg longur enn eitt ár, sigur Eyðstein Djurhuus, formaður í Skipara og navigartørfelagnum. Sáttmálin um línuskipini er galdandi í tvey ár, til 1. januar í 2015. Stórvegis broytingar eru ikki gjørdar í sáttmálunum. Men semja er um, at felagsreglurnar eru tær somu fyri allar átta skipabólkar.Í sáttmálanum um línuskipini er frádrátturin fyri línu lækkaður 100 krónur í ár, og hann lækkar aftur 100 krónur næsta ár. Gamli sáttmálin segði, at reiðarin kundi draga 550 krónur um dagin av óbýttum fyri línu. Nú frádátturin lækkar, verður meira at býta hjá manningini. Dagligur leiðari í Reiðarafelagnum Nevndin í Reiðarafelagnum samtykti millum jól og nýggjár at søkja eftir dagligum leiðara ella stjóra til felagið. Felagið hevur tó ikki enn lýst eftir fólki. Í januar og februar í 2011 vórðu sáttmálar við manningarfeløgini gjørdir fyri hvønn skipabólk sær. Og síðani tá hava teir átta skipabólkarnir garnaskip, lemmatrolarar, verksmiðjutrolarar, nótaskip, ídnaðarskip, rækjuskip, línuskip og partrolarar virkað hvør í sínum lagi og ikki saman í Reiðarafelagnum, hóast teir allir eru í felagnum. Og tað verður so aftur gjørt nú í ár, tí Reiðarafelagið ikki er farið at virka aftur, eftir at tað liðaðist sundur í sáttmálasamráðingunum fyri tveimum árum síðani, tá formaðurin, Viberg Sørensen, legði frá sær. Sáttmálarnir við manningarfeløgini fóru úr gildi á nýggjárinum. Men teir eru longdir fyribils, og nú eru tveir nýggir sáttmálar gjørdir. Í fjør vórðu bert 82.000 tons av botnfiski landað í Føroyum, og tað er eins lítið og vánaligu fiskiárini fyrst í 90 unum, vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni. Frá 2001 til 2007 vórðu millum 120.000 og 140.000 tons av botnfiski landað. Í fjør vórðu avreidd 33.000 tons av upsa, og hóast tað vóru 5.000 tons fleiri enn í 2011, so er talan um vánaligan fiskiskap, tí frá 2001 til 2010 vórðu avreidd millum 40.000 og 60.000 tons av upsa. Vánaligur toskafiskiskapur Toskafiskiskapurin var vánaligur, 3.500 tons færri enn árið fyri. Toskafiskiskapurin hevur verið vánaligur í fleiri ár, millum 10.000 og 12.000 tons seinastu sjey árini. Nøgdin av hýsu minkaði eisini nógv, og í fjør vórðu bert landað 2.600 tons. Frá 1997 til 2006 vórðu fiskað millum 15 og 25.000 tons av hýsu. Samstundis sum vanligu fiskasløgini minka, so verður meir landað av longu og brosmu. Nøgdirnar eru vaksnar úr 2.000 tonsum um aldarskiftið upp í 4 5.000 tons í fjør. Brosma hevði hægri avreiðingarvirði enn hýsa í fjør, og tilsamans høvdu longa og brosma næstan líka stórt avreiðingarvirði sum toskurin, vísir uppgerðin hjá Hagstovuni. David Cameron, forsætisráðharri, sigur, at bretsku veljararnir sleppa á fólkaatkvøðu at gera av, um Bretland skal verða verandi í ES, ella fara úr evropeiska samveldinum eftir 2015. David Cameron hevur hildið røðu um viðurskifti Bretlands mótvegis ES. Hann gjørdi greitt, at eftir hansara tykki eru nógvir fyrimunir at verða verandi í ES, og hann ávarar ímóti avleiðingunum, um landið fer burturúr. Parlamentsval verður í 2015, og David Cameron segði í røðu síni fyrrapartin, at konservativi flokkurin í valstríðnum at leggja dent á at tryggja Bretlandi eina betri avtalu við ES. SEV og Jarðfeingi hava fingið freist til 8.februar at koma við viðmerkingum um kravið hjá smápartafelagnum Vindrøkt, um at kæran hjá felagnum fær steðgandi virknað. Vindrøkt kærdi sunnudagin avgerðina hjá Jarðfeingi at geva einum felagi hjá SEV og Magn loyvi at seta upp 13 vindmyllur í Húsahaga í Suðurstreymi. Vindrøkt bað Vinnukærunevndina um at lata kæruna hava steðgandi virknað. Tað er, at felagið hjá SEV og Magn kann ikki fara í gongd við arbeiðið í Húsahaga, fyrr enn øll kæran er avgreidd. Kundu byrjað 18. februar Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, sigur, at annars er klárt at fara í gongd umleið 18.februar, ein mánað eftir at kærufreistin, sum er fýra vikur, er farin. Hevði eingin kært avgerðina hjá Jarðfeingi, kundi arbeiðið í Húsahaga byrjað tá, og myllurnar høvdu tá staðið uppi í summar. Vinnukærunevndin hevur ikki ásett fund enn, men bíðar nú eftir viðmerkingunum frá SEV og Jarðfeingi. Heildarveitingin úr statskassanum minkar 1,1 prosent í virði í ár, um prísvøksturin í Føroyum verður tann sami í 2013 sum hann var í 2012. Blokkurin hækkar góðar 8 milliónir krónur, upp í 632,2 milliónir, tí hann er prístalsviðgjørdur. Men hann hækkar eftir sama prístali, sum aðrar játtanir í donsku fíggjarlógini hækka eftir. Og tað prístalið er 1,3 prosent. Í Føroyum hækkaði prístalið 2,4 prosent frá 1.oktober í 2011 til 1.oktober í 2012. Verður prísvøksturin tann sami í ár, verður talan um eina veruliga lækking upp á 1,1 prosent í heildarveitingini í 2013, stendur í lógaruppskotinum hjá Fíggjarmálaráðnum um heildarveitingina í 2013. Uppskotið varð lagt fram á løgtingsfundinum í gjár. 15.000 krónur. um mánaðin er óvanliga nógv at geva einum stjóra, sum fær meira at gera. Tað heldur Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum. Tað er ikki vanligt hjá tí almenna at geva so stóra lønarhækking. Lønardeildin vísir á tvey dømi Stjórin í Sjóvinnustýrinum fekk 4.000 krónur. afturat um mánaðin, tá FAS og Skipaeftirlitið vórðu løgd saman við Sjóvinnustýrinum. Og stjórin í Almannaverkinum fekk 6.000 krónur afturat, tá Almannastovan og Nærverkið vórðu løgd saman í Almannaverkið. Men stjórin í ALS fekk 15.000 krónur. afturat, tá hann eisini skuldi umsita Trygdargrunnin hjá fiskimonnum. Hetta stendur í svari frá Johan Dahl, landsstýrismanni, upp á spurning frá Sirið Stenberg, løgtingskvinnu. 16 mánaðir at gera avtalu Eitt ár og fýra mánaðir gingu frá tí, at Ernst Jacobsen í juni í 2011 gjørdist stjóri í Trygdargrunninum, til avtala varð gjørd millum hann og stýrið fyri Trygdargrunnin um lønina fyri tað stjórastarvið. Tann avtalan varð gjørd í oktober í 2012. Og lønin er 15.000 krónur um mánaðin frá juni í 2011 at rokna. Málið um fyrrverandi ALS stjóran, Ernst Jacobsen, byrjaði við einari fráboðan frá ALS stýrinum um, at hann hevði sagt seg úr starvi. Skjótt gjørdist tó greitt, at tað var ikki allur sannleikin. Og í svari sínum sigur Johan Dahl eisini, at talan er ikki um, at stjórin hevur sagt seg úr starvi. Men avtala varð gjørd millum ALS stýrið og stjóran um, at hann skuldi fara úr starvi, tí samstarvstrupulleikar vóru. Øll starvsfólkini í Landsbankanum verða nú søgd úr starvi. Hósdagin fingu øll 12 starvsfólkini í Landsbankanum handað hoyringarskriv um, at tey eftir ætlan verða søgd úr starvi 1. apríl, tá Landsbankin endaliga verður avtikin. Starvsfólkini hava møguleika at svara hoyringarskrivinum, sambært reglunum fyri almennan setanarpolitikk. Tilboð um annað starv Hetta til 1. apríl skulu starvsfólkini í Landsbankanum eisini taka støðu til, um tey taka av tilboðnum frá Fíggjarmálaráðnum um at verða flutt í annað starv. Sigurð Poulsen, stjóri í Landsbankanum sigur, at enn er einki tilboð komið, men tað væntar hann kemur skjótt. Í løtuni arbeiða hann og hini starvsfólkini við at avhenda uppgávurnar hjá Landsbankanum til aðrar stovnar. Avalon báturin, sum Livar Nysted og aðrir rógva í um Atlantshav, hevur góðan byr. Á heimasíðuni, har tað ber til at fylgja ferðini hjá Livari, stendur, at seinastu tímarnar hava teir hildið eina meðalferð, sum er 6,75 km t. Hesar tímarnar hava teir róð 44 fjórðingar. Rákið er við Livar segði í gjár, at teir merktu, at rákið er við teimum, og hann vónar, at tað fer at halda næstu dagarnar. Livar Nysted og manningin á Avalaon settist við árarnar tann 17.januar. Endamálið við ferðini er at seta nýtt heimsmet á 5.000 kilometra langa teininum, úr Kanariuoyggjunum, tvørtur um Atlantshav til Barbados. Nevndin fyri Mentanargrunn Landsins næstu fýra árini er vald. Nýggj í nevndini eru Inger Smærup, listfrøðingur, og Edvard Nyholm Debes, tónleikari. Bæði eru vald eftir tilmæli frá Listafólkasambandi Føroya, LISA. Landsstýrismaðurin í mentamálum velur fimm umboð í nevndina. Tvey av hesum eru eftir tilmæli frá Listafólkasambandinum. Tey, sum manna nevndina í Mentanargrunninum, eru Jóanna Djurhuus, deildarstjóri og løgfrøðingur, forkvinna Sámal Matras Kristiansen, studentaskúlalærari, næstformaður Steintór Rasmussen, lærari og tónleikari Inger Smærup Sørensen, listfrøðingur Edvard Nyholm Debes, tónleikari Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, finst nú at sínum partamanni, Karsteni Hansen, landsstýrismanni í heilsumálum, fyri ætlanina um, at liðugt viðgjørd fólk skulu gjalda fyri at verða liggjandi á sjúkrahúsi. Bill Justinussen sigur, at hvørki Sigurð Ó. Vang, stjóri á Landssjúkrahúsinum, ella Karsten Hansen, landsstýrismaður, kunnu leggja slík gjøld á, tí heimild er ikki fyri hesum í sjúkrahúslógini. Heimildin um egingjøld umfatar bert psykiatriskar sjúklingar, sigur Bill Justinussen. Løgtingsmaðurin hjá Miðflokkinum heldur, at var stjórin á Landssjúkrahúsinum meiri umhugsin, hevði hann sagt, sum var at almannaverkið og kommunurnar eiga trupulleikan, og hagar skal rokningin sendast, um talan yvirhøvur um rokning. Einki brúkaragjald Og Bill Justinussen ger greitt, at kemur eitt uppskot í tingið um brúkaragjøld í sjúkrahúsverkinum, fær tað onga undirtøku Slíka óverduga kvøldarsól kunnu vit ikki lata seta yvir okkara gomlu, sum hava lagt lunnar undir ta yvirflóð av vælferð, sum vit í bestu árum dagliga njóta. Tað minsta, vit skylda teimum, er at taka hond um teirra lívskvøld og tryggja teimum virðiligar umstøður, sigur Bill Justinussen. Kristianna Winther Poulsen hevur í dag tikið sæti á tingi fyri Jógvan Skorheim, sum er vorðin borgarstjóri í Klaksvík. Í umbønini um farloyvi segði Jógvan Skorheim, at hann boðar frá, tá hann tekur sæti á tingi aftur. Á løgtingsvalinum 29. oktober í 2011 var Kári P. Højgaard fyrstvaldur á listanum hjá Sjálvstýrisflokkinum. Hann fekk 317 atkvøður. Kári P. Højgaard fór í landsstýrið, og tí kom Jógvan Skorheim á ting. Hann fekk 245 atkvøður. Á triðja plássi var Kristianna Winther Poulsen, sum fekk 200 atkvøður. Einans seks prosent av útgjaldinum hjá Barsilskipanini í fjør fór til teir 324 páparnar, sum høvdu tikið farloyvi at ansa børnum. Tað upplýsir Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, í svari til Bjørt Samuelsen, løgtingskvinnu, sum spurdi um málið. Sostatt fara alsamt færri pápar í farloyvi. Í 2011 fóru sløk sjey prosent av útgjaldinum úr Barsilsskipanin til pápar í farloyvi, í 2010 var talið góð sjey prosent. Áhugin hjá pápum at taka av møguleikanum at fara í barnsburðarfarloyvi var størstur í 2008. Tá áttu pápar 6,7 prosent av øllum barnsburðardøgunum. Inngjaldið til Barsilsskipanina í fjør var hægri enn útgjaldið. Í 2012 vórðu slakar 91 milliónir krónur goldnar í Barsilsskipanina, og 72 milliónirkrónur vórðu goldnar úr skipanini. Eitt uppskot frá Danska Fólkaflokkinum um at stovna eitt danskt grønlendskt felag at útvinna ráevni í Grønlandi fær kaldliga móttøku frá grønlendsku sjálvstýrismyndugleikunum. Formaðurin í Danska Fólkaflokkinum, Kristian Thulesen Dahl, sigur, at eitt alment felag, sum pensjónsgrunnar og stórar fyritøkur eisini eiga í, skal tryggja Danmark og Grønlandi størri ávirkan á tær mongu námsverkætlanirnar í Grønlandi. Men grønlendska landsstýrið hevur ongan áhuga fyri uppskotinum. Eitt danskt felag er væl komið, men tað má vera á jøvnum føti við onnur, sigur Kuupik Kleist, landsstýrisformaður, við grønlendska kringvarpið, KNR. Grønland ikki við Hava almenna Danmark, grunnar ella íleggjarar áhuga at stovna eitt felag, so mugu tey um tað. Men tey skulu ikki vænta, at Grønland fer at gera íløgur í eitt slíkt felag, sigur Kuupik Kleist. Vinstri, Konservativi flokkurin og Eindarlistin taka undir við uppskotinum frá Danska Fólkaflokkinum. Eindarlistin og Danski Fólkaflokkurin eru móti at broyta útlendingalógina, sum er ein treyt fyri bíligari útlendskar arbeiðsmegi í Grønlandi í sambandi við námsvinnuna. Flokkarnir halda, at eitt slíkt stig fer at trýsta lønarlagið at elva til sosiala dumping. Arbeiðið at byggja nýggja viðgerðarheimið hjá Bláa Krossi á Nesi er byrjað. Heimið skal ætlandi verða klárt at taka í nýtslu á vári næsta ár. Heimið er umleið 800 fermetrar til støddar í einari hædd, og hevur 14 kømur. Allur kostnaðurin er mettur at vera góðar 12 milliónir krónur. Tilsøgn um lán Blái Krossur hevur fingið tilsøgn um lán frá peningastovni, men ætlanin er ikki at stríðast við ov stórt lán, sigur Blái Krossur í tíðindaskrivi. Tí verður størsti parturin fíggjaður av yvirskotinum frá blákrossbúðunum og endurnýtsluhandlinum hjá Bláa Krossi, lutaseðlasølu og gávum. Haraftrat hevur kommunan latið grundstykkið, og Blái krossur fær eisini endurgoldið MVG upphæddina sambært lóg. Landið rindar fyri raksturin av heiminum. Teknistovan í Gøtu hevur teknað bygningin, og fer eisini at hava eftirlitið í byggitíðini. Semja er gjørd í stríðnum um fyrrverandi aðalstjóran í Mentamálaráðnum, Leiv Harryson. Úrslitið er, at Leivur Harryson varðveitir sína eftirløn sum tænastumaður, hóast hann í dag er í vanligum starvi á Tryggingareftirlitinum. Leivur Harryson fær sostatt 60 prosent av eini aðalstjóraløn í eftirløn. Tað skrivar Dimmalætting. Segði seg úr starvi Tað var tann 15. august í fjør, at Leivur Harryson seint á kvøldið segði seg úr starvi sum aðalstjóri í Mentamálaráðnum. Orsøkin var ósemja við landsstýrismannin, Bjørn Kalsø, um setanina av stjóra á Vinnuháskúlanum og samskifti millum landsstýrismannin og aðalstjóran. Advokaturin hjá Leivi Harryson mælti honum til at taka uppsøgnina aftur, tí annars misti hann øll rættindi sum ein aðalstjóri annars hevur sum tænastumaður. Tað gjørdi Leivur Harryson longu dagin eftir, tann 16. august í fjør, men tá var ov seint. Tá var nýggjur aðalstjóri longu settur. Semja gjørd Christian Andreasen, advokatur hjá Leivi Harryson, vildi í fyrsta umfari hava Mentamálaráðið at viðurkenna, at afturtøkan av uppsøgnini var í lagi og hótti við at fara í rættin, varð afturtøkan ikki ógildað. Síðani hava fleiri fundir verið millum partarnar, og nú er málið endað við eini semju. Mikudagin fara strandarlondini at gera eina roynd afturat at semjast um, hvussu sildin og svartkjafturin skulu býtast millum londini í 2013. Føroyar hava boðað hinum londunum frá, at Føroyar ikki longur góðtaka býtislykilin fyri sild frá 2007. Sambært honum eiga Føroyar 5,16 prosent av heildarkvotuni. Tað er ov lítið, heldur landsstýrið. Londini, sum fara at fundast í London mikudagin, eru Føroyar, Ísland, Noreg, Russland og ES. Ósemjan um makrelin stendur við. Neyvan verður gjørdar fleiri royndir at finna semju um makrelin fyri 2013. Norra og ES hava býtt 90 prosent av tilmæltu heildarkvotuni millum sín. Og Føroyar og Ísland ætla sær ikki minni í ár enn í fjør. Løgtingið fer nú aftur til arbeiðis eftir jólafrítíðina. Á tingfundinum, sum byrjar í morgin klokkan 13.30, koma tvey mál til fyrstu viðgerð. Annað snýr seg um at gera eins skipaeftirlit í Norðurlondum. Henrik Old, Edva Jacobsen, Bill Justinussen, Brandur Sandoy, Gunvør Balle og Poul Michelsen heita á landsstýrið um at kanna og greiða løgtinginum frá, hvørjir møguleikar eru at fáa skipaeftirlitini í Norðurlondum at samskpa sínar reglur fyri fiskiskip. Hitt uppskotið, sum kemur til fyrstu viðgerð, er um at avtaka ferðaavgjaldið í stigum, so tað verður burtur 1. januar í 2016. Janus Rein, uttanflokkaitngmaður, skjýtur eisini um, at einki ferðaavgjald verður goldið í lágárstíð, tað er frá november til mars. Tingið fer í morgin eisini at hava aðru viðgerð av einum uppskoti frá Tjóðveldi um at leingja barsilsfarloyvið átta vikur. Eldrapolitikkur Á tingfundinum mikudagin verða munnligir fyrispurningar, og Annika Olsen, landsstýriskvinna, fer at leggja fram frágreiðing um eldrapolitikk. Henda frágreiðingin verður grundarlagið undir aðalorðaskiftinum, sum løgtingið fer at hava um eldrapolitikk seinni. Karsten Hansen, landsstýrismaður, fer at svara skrivligum fyrispurningi frá Rigmor Dam um sparingar á heilsuøkinum, hetta til 2015. Johan Dahl svarar skrivligum fyrispurningi frá Pálli á Reynatúgvu um skúvoyarferjuna, og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, fer á tingfundinum mikudagin eisini at svara skrivligum fyrispurningi frá Sirið Stenberg um fígging av eldraøkinum. Ein ungur maður hevur í Føroya rætti fingið tríggjar mánaða fongulsrevsing og 5.000 krónur. í bót fyri millum annað fleiri ferðir at hava havt samlegu við táverandi gentu sínari, sum var yngri enn 15 ár. Hann visti, at gentan var yngri enn 15 ár, og tá er talan um barn sambært revsilógini. Dómurin fyri at hava havt samlegu við barni er ikki so harður í hesum førinum, tí rætturin leggur dent á, at aldursmunurin millum tey bæði var lítil, og harafturat gingu tey saman. Fongsulsrevsingin er eisini treytað. Fremur maðurin einki lógbrot næsta árið, skal hann ikki sita dómin. Sálarlæknaliga viðgerð Maðurin skal hetta árið vera undir eftirliti hjá Kriminalforsorgini og geva seg undir sálarlæknaliga viðgerð. Maðurin er persónskannaður. Niðurstøðan í kanningini fekk rættin at døma mannin at geva seg undir sálarlæknaliga viðgerð. Maðurin er ikki egnaður at gera samfelagstænastu, sigur rætturin eisini. Hann er eisini dømdur fyri onnur brot á revsilógina og ferðslulógina. Maðurin játtaði seg sekan í øllum ákærunum. Smápartafelagið Vindrøkt hevur longu kært avgerðina hjá Jarðfeingi um at geva SEV tilsøgn um loyvi at seta 13 vindmyllur í Húsahaga til Vinnukærunevndina og biðið um, at kæran fær steðgandi virknað. Fær Vindrøkt viðhald í tí, kann SEV ikki fara undir arbeiðið í Húsahaga, fyrr enn Vinnukærunevndin hevur avgreitt kæruna. Annars kundi SEV fara í gongd um ein mánað, tá kærufreistin er farin, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV. ætlanin er, at allar myllurnar skulu verða komnar upp í summar. Tað er eitt felag, sum SEV og Magn fara at stovna, ið hevur søkt um loyvi at gera eina vindmyllulund í Húsahaga í Suðurstreymi. SEV fer at eiga meirilutan í felagnum, sigur Hákun Djurhuus. Vindrøkt SEV hevur monopol Tey í Vindrøkt eru alt annað enn fegin um avgerðina hjá Jarðfeingi, tí hon staðfestir sambært teimum, at eingin kann kappast við SEV, sum í veruleikanum hevur monopol, tá ræður um elveiting í Føroyum. Hákun Djurhuus sigur, at vindmyllufelagið verður fíggjarliga leyst av SEV. Tilboðið hjá SEV og øðrum var 31,6 oyru fyri kilowatttíman. Vindrøkt og onnur bjóðaðu 37,5 oyru. Av tí at avgerðin er kærd, vil Jarðfeingi ikki gera viðmerkingar til málið í løtuni. Bæði tilboðini eru viðgjørd væl og virðiliga, verður sagt, og tilboðið hjá SEV er tað betra tilboðið, sambært Jarðfeingi. Bank Nordik sigur nú 23 fólkum úr starvi. Seks teirra starvast í Føroyum. Talan er um eina tillaging av rakstrinum í bankanum, sum hevur við sær, at útreiðslan lækkar umleið 15 milliónir krónur um árið, sigur Bank Nordik í tíðindaskrivi í dag. Síðani ársbyrjan 2012 hevur bankin gjørt tillagingar, ið lækka árligu útreiðslurnar 50 milliónir krónur um árið. Nátúrlig frágongd Sagt verður, at bankin áhaldandi arbeiðir við at minka um umsitingar og starvsfólkaútreiðslurnar, men nú fer skerjingin í starvsfólkaútreiðslunum mest at vera við natúrligari frágongd. Umskipanin skal brúkast til at leggja størri orku í at ráðgeva kundunum, sigur Janus Petersen, forsstjóri. 120 milliónir í avlopi Roknskapurin hjá BankNordik fyri 2012 verður almannakunngjørdur 5. mars. Men longu nú kann bankin staðfesta, at roknskapurin samsvarar við vónirnar frá ársbyrjan í fjør. Rakstrarúrslitið fyri 2012 er fyribils uppgjørt til at vera millum 110 og 120 milliónir krónur. Hetta er 60 til 70 milliónir krónur betri enn árið fyri. Norskir myndugleikar royna nú at hjálpa fiskivinnuni at selja tann nógva toskin, sum verður fiskaður í ár. Kvotan í Barentshavinum er vaksin 33 prosent, og tað merkist á marknaðinum. Prísurin á toski lækkar, og roknast kann við lægri prísi í longri tíð, um ikki nýggir marknaðir keypa meiri tosk. Stórt lýsingatak Tí er Norsk Sjømatr aring d, ið hevur sum uppgávu at fáa fleiri til at keypa norskan fisk, farið undir eitt størsta lýsingaátak í USA nakrantíð. Karen Olsen, leiðari fyri USA marknaðinum undir Norsk Sjømatr aring d, sigur í samrøðu við Intrafish, at USA í langa tíð hevur verið ein týdningarmikil marknaður hjá Noregi. Men av tí at kappingin úr Kina hevur verið so hørð, hevur verið trupult at fáa norskan fisk á marknaðin. Nú kvotan er so nógv vaksin, er neyðugt at finna aðrar keyparar. Og tað kostar nógvar milliónir lýsingakrónur. Eftir 1.januar næsta ár verður ikki loyvt at senda eftirlønina av landinum, um eingin avtala er um tað fyri 1.januar. Sambært uppskotinum um eftirlønarlóg, sum nú er farið til hoyringar, er tað eitt krav, at goldið verður til eftirlønarveitara, sum er skrásettur og hevur heimstað í Føroyum. Tvær treytir Men tey, sum longu hava avtalu við danskan eftirlønarveitara, noyðast ikki at flyta til føroyskan eftirlønarveitara. Tey kunnu halda fram við verandi skipan í Danmark. Tvær treytir eru kortini. Onnur er, at einki skal rindast til kapitaleftirløn. Hin er, at í minsta lagi 15 av árslønini fara til eftirløn. Lógaruppskotið sigur eisini, at fyri at tryggja kapping kunnu fakfeløg og arbeiðsgevarar ikki gera sáttmálar, sum binda fólk til ávísan eftirlønarveitara. Eitt stig á leiðini at dagføra lóggávuna um føroyska heilsuverkið verður tikið á Viðareiði í dag, tá danski heilsumálaráðharrin, Astrid Krag, og landsstýrismaðurin í heilsumálum, Karsten Hansen, hittast á Hotel Norð. Tey bæði skrivaðu undir eina samstarvsavtalu í fjør heyst. Endamálið við samstarvsavtaluni er at dagføra danska heilsulóggávu í Føroyum, at fáa altjóða avtalur at virka í Føroyum, og at styrkja samskiftið millum Føroyar og Danmark um áleikandi mál á heilsuøkinum. Tað er alt ov lítið skil á lógarverkinum í føroyska heilsuverkinum. Í nógvum førum eru lógir ikki endurskoðaðar í áratíggju, segði Karsten Hansen, landsstýrismaður, við Útvarpið í gjár. Fólk í føroyska Heilsumálaráðnum og tí danska eru í ferð við at endurskoða lógirnar. Stuttur fundur Fundurin á Viðareiði fyrrapartin verður tó stuttur, bara hálvur tími er settur av, og aftaná verður framløga um føroyska heilsuverkið og talgildu heilsuskipanina. Astrid Krag skal eisini síggja Klaksvíkar sjúkrahús, Læknamiðstøðina í Klaksvík og Landssjúkrahúsið. Karsten Hansen er annars farin undir ein heilsunýskipan í Føroyum, og hevur havt upprit um hana á landsstýrisfundi. Ein nýskipan er neyðug, nú heilsuverkið fær næstan hálvthundrað milliónir krónur minni til rakstur næsta fimm árini, sigur hann. Jarðfeingi hevur í kvøld sent út hetta tíðindaskrivið Bíligari og grønari orka skulu koma burturúr teimum 13 vindmyllunum, sum eitt felag undir stovnan við SEV og øðrum feløgum hava fingið loyvi til at seta upp og framleiða orku úr í Húsahaga. Jarðfeingi hevur tikið avgerð um at veita einum felagi undir stovnan við SEV og øðrum loyvi til elframleiðslu úr vindorku við 13 vindmyllum í Húsahaga í Tórshavn, íalt 11,7 MW. Í samband við, at SEV á sumri 2012 søkti um loyvi at seta upp vindmyllulund í Húsahaga, lýsti Jarðfeingi, sambært galdandi lóg, í juli 2012 alment eftir áhugaðum framleiðarum. Tá freistin var úti 17. desember 2012, vóru komnar tvær umsóknir, onnur frá felagi undir stovnan við elfelagnum SEV saman við øðrum, og hin frá Vindrøkt saman við øðrum. Elveitingarlógin fyrisetur veitingartrygd, fyrilit fyri samfelagsbúskapi og umhvørvi, og at prísurin á el ikki verður hægri enn neyðugt. Lagt er upp til framfýsni á økinum og møguleikum fyri øðrum framleiðarum enn SEV at framleiða el, serliga úr vindorku. Jarðfeingi hevur við hesum útboðnum tryggjað møguleikan hjá øðrum framleiðarum at bjóða seg fram. At fleiri hava verið um boðið, hevur gjørt, at umsøkjararnir hava lagt doyin á at koma við góðum tekniskum loysnum og lágum framleiðsluprísi. Nýggja vindmyllulundin, sum væntast í rakstur longu komandi summar, fer at flyta føroyska samfelagið munandi longur fram á leið við framleiðslu av grønari og lutfalsliga bíligari elorku. Tær 13 vindmyllurnar fara at framleiða í minsta lagi 41.400.000 kWt ár, og harvið kann SEV minka oljuinnflutningin við nærum 10.000 tonsum um árið. Hetta minkar eisini útlátið av CO2 við umleið 30.000 tonsum árliga. Prísurin á elframleiðslu úr vindi er við hesum útboðnum komin niður móti 0,30 krónur kWt. Elframleiðsla úr olju kostar omanfyri 1 krónur kWt. Útbyggingin av vindorku seinasta heyst avmarkaði hækkingina í elprísinum, og komandi útbygging tálmar elprísin enn meir. Við ætlanunum um elektrifisering av føroyska samfelagnum, er nógv ið talar fyri, at útbygging av vindorku innan eløkið kann mennast enn meir í næstum. Skansi Offshore hevur gjørt avtalu við BP Norge um at leiga Saeborg til veiting, standby og aðrar uppgávur. Byrjað verður eftir ætlan í fyrsta ársfjórðing í ár. Felagið hevur eisini gjørt avtalu við BG Norge um at leiga Torsborg til somu uppgávur. Tórsborg verður leigað í øðrum ársfjórðingi í ár. Sáttmálatíðarskeiðið fyri bæði skipini er fimm ár, og møguleiki er at leingja sáttmálan fimm ár afturat. Saeborg og Torsborg eru bæði bygd á Havyard skipasmiðjuni. Størstu sáttmálarnir Hetta eru nógv teir størstu sáttmálarnir, sum Skansi higartil hevur gjørt. Vit eru sera væl nøgd við at hava fingið tillutað hesar sáttmálarnar og síggja fram til eitt samstarv í framtíðini við stóru olju og gassfeløgini BP Norge og BG Norge, sigur Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Skansi Offshore. Felagið eigur og rekur fýra frálandaskip, sum øll eru bygd í Noregi. 650 gíslar vóru á gassverkinum í Algeria, sum algerskir myndugleikar royndu at fría í gjar. Av teimum vóru 132 útlendingar. , Tað sigur norska kringvarpið, NRK. Sambært almennum keldum slapp helvtin av gíslunum til rýmingar, ella varð bjargað undir atsóknini í gjár. Tað er framvegis ógreitt, hvat er vorðið av umleið 60 útlendskum gíslum, teirra millum átta norðmonnum og 10 bretum, skrivar AP. Sambært algerskum upplýsingum hava gíslarænararnir skotið upp at býta gíslar um við islamistar, sum sita fangar í USA. Yvirgangsbólkurin, Khaled Abu al Abbas, sum hevur samstarv við al Queda, tók starvsfólk á algerska gassverkinum gíslar mikudagin. Orsøkin er, at Frakland hevur sent herfólk til Mali, har islamistiskir uppreistrarmenn berjast móti stjórnarherinum. Uppskotið um eftirlønarlóg verður nú aftur sent til hoyringar. Arbeitt hevur verið leingi við uppskotinum. Tað er broytt og tillagað so hvørt, og hetta er tí triðja ferðin, at uppskotið um eftirlønarlóg verður sent til hoyringar. Endamálið við lógini er at økja samansparingina til eftirløn, so tørvur ikki verður á fullari fólkapensjón. Hetta verður mett neyðugt, tí eldru borgararnir fjølgast. 15 prosent Sambært uppskotinum skulu allir føroyingar á arbeiðsmarknaðinum spara upp í 15 prosent av lønini saman til egna eftirløn, og samansparingin verður sett í verk í stigum. Byrjað verður við einum prosenti í 2014, og síðani hækkar inngjaldið eitt prosentstig um árið, so tað verður 15 prosent í 2028. Fíggjarmálaráðið væntar, at eftirlønin sum frá líður fer at tvífalda árligu eftirlønarsamansparingina í Føroyum. Uppskot í vár ætlanin er at leggja uppskotið um eftirløn fyri tingið í vár. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, og Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, hava í felag staðið fyri arbeiðnum at gera uppskotið. Ein politiskur fylgibólkur við umboðum fyri allar flokkar er við í viðgerðini. Í fylgibólkinum sita Hendrik Old Rigmor Dam Rósa Samuelsen Helgi Abrahamsen Kristianna W. Poulsen Sirið Stenberg Kristina Háfoss Jákup Mikkelsen Joen Magnus Rasmussen Poul Michelsen Jenis av Rana Janus Rein Fiskimálaráðið og Innlendismálaráðið eru vorðin samd um, at aldumátararnir, sum hava staðið uppi á landi síðani ávikavist í mai og september í fjør, skulu á sjógv aftur sum skjótast. Men semja er framvegis ikki um, hvør skal rinda fyri at taka mátararnar í land til eftirlit og seta teir útaftur. Viðrar fara aldumátararnir sunnanfyri og norðanfyri á sjógv í næstu viku, upplýsir Landsverk. Ósemjan er um, annaðhvørt Fiskiveiðueftirlitið ella Landsverk skal bera kostnaðin. Tann ósemjan hevur gjørt, at annar aldumátarin, sum varð tikin í land í mai í fjør, og hin, sum kom upp á turt í september, framvegis eru á landi. 350.000 krónur um árið Aldumátararnir vóru til viðgerðar í løgtinginum í heyst. Tá upplýsti Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, at aldumátararnir verða kannaðir annaðhvørt ella triðja hvørt ár. Eftirlitið kostar Landsverki 350.000 krónur um árið, segði landsstýrismaðurin. Afturat tí vil Fiskiveiðueftirlitið hava 150.000 krónur um árið fyri at taka aldumátararnar upp og seta teir útaftur. Tilgongdin byrjaði í fjør, og verður framd í trimum umførum í hesum árinum. Fyrsta umfarið verður í mars mánaði, tá tríggjar rásir verða lagdar um til MPEG 4, og samstundis kemur ein rás afturat úrvalinum. Annað umfarið verður í mai, og í august verða tær seinastu rásirnar lagdar um til nýggju tøknina. MPEG 4 tøknin kemur í staðin fyri verandi MPEG 2. Við nýggju tøknini ber til at víðka rásúrvalið, og møguleiki verður eisini senda í HD, verður sagt í tíðindaskrivi frá Føroya Tele, sum eigur Televarpið. Broytingin í tøknini hevur við sær, at tey, sum ikki hava fingið sær MPEG 4 móttakara, ella hava sjónvarp við hesi tøknini, noyðast at skifta gomlu útgerðina út. 48.139 fólk vóru 31. oktober 2012 skrásett at búgva í Føroyum. Hetta er 117 fólk færri enn við ársbyrjan 2012. Burðaravlopið fyrstu tíggju mánaðirnar í fjør var 193 tað merkir, at 193 fleiri vórðu fødd, enn tað doyði burtur av fólkatalinum. Men av tí at tað fluttu 310 fólk fleiri av landinum, enn fluttu til landið, er fólkatalið minkað 117 fólk. Fólkatalið vaks í Suðuroynni, Vágum, Norðoyggjum og í høvuðsstaðarøkinum, men tað minkaði í øllum hinum økjunum. Størsta afturgongdin er í Streymoyar sýslu, uttan fyri høvuðsstaðarøkið. Har minkaði fólkatalið 79 fólk fyrstu tíggju mánaðirnar í fjør. Afturgongdin er 1,7 prosent. Nevndin í Trygd hevur sett Janus Thomsen sum stjóra í felagnum. Hann hevur starvast hjá Trygd í 6 ár. Síðani 27. mai 2011 hevur Janus Thomsen virkað sum stjóri hjá felagnum, eftir at Jean Djurhuus segði seg úr starvi. Umframt stjórastarvið, hevur Janus Thomsen røkt fleiri ymisk deildarleiðarastørv hjá Trygd. Millum annað hevur hann verið marknaðarleiðari, leiðari fyri privatkundaøki, og leiðari fyri samanløgdu Privat og Vinnudeildina. 33 ára gamli Janus Thomsen er útbúgvin cand.merc á Copenhagen Business School, við sergrein í marknaðarføring, samskifti og leiðslu. Hann tekur við stjórastarvinum beinan vegin. Upsin er ikki longur álitið hjá landingarmiðstøðunum, og tað ávirkar virksemið. Á landingarmiðstøðini á Toftum og í Klaksvík eru 11 fólk søgd úr starvi Landingarmiðstøðin á Tvøroyri er eisini givin at taka ímóti fiski, sum er ætlaður at selja á gólvinum hjá Fiskamarknaði Føroya. Niels Olaf Eyvindsson, stjóri á landingarmiðstøðini á Tvøroyri, sigur við Dag og Viku, at upsin er álitið hjá teimum, men hann hevur svikið seinastu tvey árini. Eitt miðal ár verða umleið 40.000 tons av upsa fiskað í føroyskum sjógvi, men í fjør komu bara 30.000 tons upp á land og fyrrárið 27.000 tons. Er lítið til av upsa, er eisini lítið til av øðrum fiskasløgum, og tað sæst aftur í landingunum. Tillaga virksemið á Toftum og í Klaksvík Eisini landingarmiðstøðirnar á Toftum og í Klaksvík royna at tillaga seg. 11 starvsfólk eru søgd úr starvi 1. juli. Stjórin á landingarmiðstøðini á Toftum og í Klaksvík, Christian Fríðrik Olsen, sigur við Dag og Viku, at lítið er til av fiski, og tað sæst beinan vegin aftur í landingunum. Eitt er fiskurin, men eitt annað kann vera, at ov nógvar landingarmiðstøðir eru í landinum, tí kappingin er hørð, sigur Christian Fríðrik Olsen. Hann vísir eisini á, at tað fíggjarliga er tungt at reka eina landingarmiðstøð, tí tað er dýrt at lúka øll krøv, sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan og Arbeiðseftirlitið seta. Taka ímóti frá størri skipum Niels Olaf Eyvindsson, stjóri á landingarmiðstøðini á Tvøroyri, sigur, at tey framvegis taka móti fiski frá størri skipum. Men útróðarmenn, sum vilja landa til landingarmiðstøðina, noyðast sjálvir finna keypara til fiskin. Landingarmiðstøð er eisini í Vági, og har ber til hjá útróðrarbátum at landa. Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur undir við, at ferðagjaldið fyrst lækkar og síðani verður strikað. Tað sigur felagið í hoyringarsvari til Fíggjarmálaráðið, sum ætlar at lækka ferðagjaldið úr 120 krónum niður í 95 krónur tann 1. mars. Løgtingið lækkaði játtanina til ferðagjaldið tríggjar milliónir krónur, tá tingið samtykti fíggjarlógina fyri 2012. Fíggjarmálaráðið sigur, at til ber at lækka gjaldið 25 krónur sambært upplýsingum um ferðafólkatalið frá teimum, sum flyta ferðafólk úr Føroyum. Hava gjørt uppskot Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fer næstu ferð, samráðingar verða um játtanarkarmin, at royna at fáa ferðagjaldið lækkað so líðandi, til tað verður strikað um nøkur ár. Uppskotið hjá Fíggjarmálaráðnum er ikki lagt fram í løgtinginum enn. Men løgtingið hevur longu eitt uppskot, sum líkist. Á fyrsta løgtingsfundinum í ár, sum verður týsdagin, fer tingið at viðgera uppskotið hjá Janusi Rein um at lækka ferðagjaldið so líðandi og strika tað heilt í 2016. Í lágárstíðini skal tó, sambært uppskotinum hjá uttanflokkamanninum, einki ferðaavgjald vera longu frá í ár. Kartni Ravnsfjall hevur tikið seg úr ALS stýrinum. Í tíðindaskrivi, sum hann hevur sent miðlunum, sigur Kartni Ravnsfjall Tað tænir hvørki stýrinum ella mær, at tað framhaldandi er rumbul um hetta mál. Tí havi eg tikið hesa avgerð. Tað hevur verið avbjóðandi at verið við til at ment stovnin hesi árini. Hinvegin í samband við, at stjórin í ALS varð koyrdur frá, má eg átaka mær mín part av ábyrgdini fyri tey mistøk, ið eru gjørd, sigur Kartni Ravnsfjall. Sitið í 12 ár Hann hevur sitið í ALS stýrinum síðan ár 2000, og hevur umboðað fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum. Vár í Gong, fyrrverandi forkvinna í Sjúkrarøktarfrøðingafelagnum, varalimur, tekur nú sæti í stýrinum fyri Kartna Ravnsfjall. Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, tók herfyri seg úr stýrinum fyri ALS, í kjalarvørrinum av málinum um fráfaringaravtaluna við Ernst Jacobsen, fyrrverandi stjóra. Eyðstein Djurhuus, formaður í Skipara og Navigtørfelagnum, hevur tikið sæti í stýrinum fyri hann. Fólkatalið í Íslandi vaks í fjør. 2.315 fleiri fólk vóru í Íslandi nýggjársaftan enn nýggjársdag í 2012. Tann 31.desember búðu 321.890 fólk í Íslandi. Av teimum vóru 21.470 útlendskir ríkisborgarar. Eins og í Føroyum eru fleiri menn enn kvinnur í Íslandi, 990 fleiri menn. Nógvir íslendingar flyta av landinum, serliga til Noregs, at finna sær arbeiði. Bara í fjórða ársfjórðingi fluttu 260 íslendingar til Noregs. Fólk úr nógvum londum flyta eisini til Íslands at arbeiða, fyrst og fremst úr Póllandi, men eisini úr skandinavisku londunum. Nýggjasta flogfarið hjá amerikansku flogverksmiðjuni Boeing Dreamliner 787 sleppur nú heldur ikki at flúgva í Evropa. Tað hevur evropeiski myndugleikin fyri flogtrygd, European Aviation Safety Agency, avgjørt. Orsøkin er, at fleiri Dreamliner flogfør hava havt tekniskar trupulleikar seinastu dagarnar, skrivar AP. Heldur ikki í USA Frammanundan hevur amerikanski flogtrygdarmyndugleikin hevur givið boð um, at eingi Dreamlimer flogfør sleppa á flog, fyrr enn trupulleikarnir eru loystir. Í síðstu viku noyddist eitt Dreamliner flogfar hjá japanska flogfelagnum ANA at trygdarlenda í Japan, tí ein sprunga var í rútinum í flogskipararúminum. Haraftrat varð staðfest, at olja lak úr motorinum í einum øðrum 787 flogfari hjá sama flogfelag. Eitt Dreamliner flogfar við 129 ferðafólkum noyddist at seta seg har vesturi í Japan í síðstu viku, tí ein roykvarnari fór í gongd. Tað er sera umráðandi at bera skjótt at og gera kunngerðir um barlastvatn fyri at verja føroysku alivinnuna. Tað sigur Havbúnaðarfelagið í hoyringarskrivi um ætlaða broyting í lógini um havumhvørvið. Havbúnaðarfelagið sigur, at skip kunnu føra við sær fiskasjúkur millum londini. Tí er bráðneyðugt alt fyri eitt at fáa kunngerðir, sum seta forboð fyri at tøma barlastvatn innan fyri 12 fjórðingar og sum krevja, at skip skifta barlastvatn uttan fyri 12 fjórðingar. Setast í gildi sum skjótast Landsstýrismaðurin í innlendismálum eigur ikki at bíða eftir altjóða IMO sáttmálanum um barlastvatn, men seta kunngerðirnar í gildi sum skjótast, heldur Havbúnaðarfelagið. Tað er ikki ein haldgóð støða fyri føroyska alivinnu, at ongar reglur eru á hesum øki. Og tí kann bíðitíðin gerast ov long, sigur felagið hjá føroyskum alarum. Serliga tvær sjúkur gera um seg í alibrúkunum í okkara grannalondum. Tær sjúkurnar eru ikki í Føroyum. Men tær kunnu koma higar við barlastvatni úr skipum. Illgruni er til dømis um, at onnur sjúkan, AGD, er komin til Evropa við barlastvatni úr Avstralia, sigur Havbúnaðarfelagið. Reiðarafelagið fyri Farmaskip fekk eisini lógarbroytingina um barlastvatn til hoyringar, men felagið hevur ongar viðmerkingar. Tað verður eingin móttøka fyri fráfarna stjóranum í ALS fríggjadagin. Móttøkan er avlýst. Mikudagin í farnu viku kunngjørdi Alfred Petersen, sum tá var formaður í ALS stýrinum, at í sambandi við, at Ernst Jacobsen fer úr starvi, verður móttøka í ALS 18.januar, tað er í morgin, frá klokkan 14 til 16. Í stórari blaðlýsing frá ALS um móttøkuna stóð, at tað hevði glett Ernst Jacobsen at hitt samstarvsfelagar og onnur hendan dagin. Men mánadagin stóðu tey stuttu boðini á heimasíðuni hjá ALS, at móttøkan fríggjadagin 18.januar í sambandi við at Ernst Jacobsen er farin frá sum stjóri, er avlýst. Algerskir stjórnarhermenn hava kringsett gassverkið, har víðgongdir islamistar hava tikið fleiri útlendingar gíslar. Algerska stjórnin hevur gjørt greitt, at hon fer ikki at tingast við gíslatakararnar. Vit vilja ikki tosa við bólkin, sum hevur tikið umleið 20 fólk úr ymsum londum, sigur algerski innanríkisráðharrin, Daho Ould Kabila, sambært BBC. Hann sigur, at yvirgangsmenninir, sum verða settir í samband við al Qaeda, eru umleið 20 í tali. 41 vesturlendingar Islamistarnir hava sagt, at teir hava tikið 41 vesturlendingar gíslar á gassverkinum. Ein franskur gísli hevur sagt við eina franska sjónvarpsstøð, at gíslatakararnir hava noytt nakrar av gíslunum at hava bumbubelti uppi á sær. Sambært Al Jazeera krevja gíslatakararnir, at algersku stjórnarhermenninir taka seg aftur, áðrenn nakrar samráðingar verða. Gíslatakararnir hava sagt, at álopið er hevnd fyri, at Frakland slapp at brúka algerska loftrúmið til álop móti islamistum í Mali. Teir krevja, at 100 islamistar í Algeria verða latnir leysir í býti við gíslarnar. Bretskur ríkisborgari deyður Bretski uttanríkisráðharrin, William Hague, hevur váttað, at ein bretskur ríkisborgari er deyður í sambandi við gíslatøkuna. Norska uttanríkisráðið sigur seg ikki hava nakran kunnleika um, at nakar norðmaður hevur latið lív. Men greitt er, at níggju norðmenn, ið starvast hjá Statoil í Algeria, framvegis eru millum gíslarnar. Vit gera alt fyri at fáa okkara fólk heim, lovaði Helge Lund, stjóri í Statoil, á tíðindafundi í morgun. Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur boðið danska starvsfelaga sínum til Føroya at kunna seg um føroyska heilsuverkið. Skipað verður fyri kunnandi vitjanum á fleiri stovnum, og framløgur verða um føroysk viðurskifti. Mánadagin verður fundur millum Karsten Hansen og Astrid Krag. Fundurin er liður í tí samstarvsavtalu, sum tey bæði skrivaðu undir seinasta heyst. Dagføra heilsulóggávu Endamálið við samstarvsavtaluni er at fáa dagført danska heilsulóggávu í Føroyum at fáa sett í verk altjóða avtalur, og at styrkja samskiftið landanna millum um áleikandi mál á økinum. Einstøk dømi eru um, at broytingar í danskari lóggávu hava havt óhepnar avleiðingar fyri føroyskar sjúklingar. Eitt dømi er, tá donsk lógarbroyting hevði ávirkan á rættindini hjá føroyskum sjúklingum at kæra. Hetta er tó komið í rættlag aftur. tlandi skal samstarvsavtalan millum annað forða fyri at slíkt kemur fyri aftur. Málið um broyttu støðumetini í Stranda skúla verður ikki avgjørt fyribils. Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum, sigur við útvarpið, at Mentamálaráðið hevur fingið nýggjar upplýsingar í málinum, og tí verður eingin avgerð tikin fyrr enn um einar 14 dagar. Mentamálaráðið hevur vitað um málið síðan juli mánaði í fjør, tað er í eitt hálvt ár. Foreldur kærdu Tað var í juni í fjør, at leiðslan í Stranda skúla avgjørdi at broyta karakterirnar hjá fleiri næmingum í 9.flokki í lærugreinunum kristni og ítrótti. Hetta varð gjørt, eftir próvhandanina, tá fleiri foreldur kærdu karakterin, og uttan at kunna læraran. Í summum førum vórðu støðumetini broytt úr 03 upp í 9. Fyribyrging í staðin fyri viðgerð. Tað kann setast sum yvirskrift yvir heilsunýskipanina, sum landsstýrismaðurin í heilsumálum er farin at fyrireika. Føroyska heilsuverkið leggur í høvuðsheitum dent á sjúkraviðgerð. Tað siga tølini bart út. Tíggju milliónir krónur verða brúktar til fyribyrging, sjúkrahúsini kosta 680 milliónir krónur um árið. Fyribyrging og heilsuframi Fyribyrging og heilsuframi skulu sleppa landskassanum undan teimum knappliga 50 milliónunum, sum skulu sparast í heilsuverkinum næstu fimm árini sambært einum uppriti, sum Karsten Hansen, landsstýrismaður, hevur lagt fyri landsstýrið. Við regluligum kanningum og vaksinasjónum eigur at bera til at fyribyrgja nógvum sjúkum. Heilsuframi er lívsstílur, tað er at fólk ansa eftir heilsuni og hava møguleikar at fáa sær eina heilsugóða tilveru. 50 milliónir krónur færri. Tað ber væl til at nýskipa og umskipa heilsuverkið soleiðis, at fólk fáa somu ella betri tænastu, hóast 50 milliónir krónur minni vera at gera hetta fyri næstu fimm árini, heldur landsstýrismaðurin í heilsumálum. Men tá verður neyðugt at samskipa virksemið hjá heilsuverkinum betur. Heilsumálaráðið fer í fyrsta umfari at hava eina verkstovu fyri sjúkrahúsleiðslurnar fyri at finna møguleikar fyri samstarvi, samrakstri og samskipan millum tey trý sjúkrahúsini. Viðgerðarorkan í føroyska heilsuverkinum verður ikki fullnýtt sum er, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður, sum í vár ætlar at biðja løgtingið um aðalorðaskifti um heilsunýskipanina. Fíggjarligt støðufesti hevur meldað 11 fólk í leiðsluni í gamla Amagerbankanum til løgregluna. Tað skrivar Berlingske á heimasíðuni. Sambært blaðnum er talan um fyrrverandi stjóran, Jørgen Brændstrup, Allan George Ottesen, ið eisini sat í leiðsluni, fyrrverandi nevndarformannin, N.E. Nielsen, umframt øll nevndin tilsamans átta fólk. Spekulasjón Tey eru meldað fyri spekulasjón í sveisara frankum, sum eisini var orsøkin til, , at bankin, ið var í svárari fíggjarkreppu, fór av knóranum. Bankin lænti trimum stórum íbúðar spekulantum, Hans Henrik Palm, Henrik Ørbekker og Olav Damkiær Classen, 1,5 milliardir krónur at vinna tap innaftur við spekulasjón í sveisara frankum. Hetta miseydnaðist, men leiðslan í Amagerbankanum tók ikki neyðug stig at avmarka tapini, ið bara gjørdust størri. Spekulasjónin var í 2009 og 2010, og endin var, at Amagerbankin misti góðar 400 milliónir krónur. Amagerbankin fór av knóranum í 2011, og BankNordik keypti tá partar av honum. Føroyska oljusølan var næstan 10.000 tunnur um dagin í fjør. Tað eru knappliga 1,6 milliónir litrar um dagin. Oljuprísurin var góður fyri oljufeløgini í fjør, so tey føroysku feløgini seldu fyri 6,5 milliónir krónur í miðal um dagin. Faroe Petroleum kunnger í morgun, at felagið seldi 7.200 tunnur um dagin í 2012. Fyrst í nýggja árinum kunngjørdi hitt felagið, Atlantic Petroleum, at tað seldi 2.536 tunnur í miðal um dagin. Í ár miðar Faroe Petroleum eftir at selja millum 7.000 og 9.000 tunnur av olju og gassi um dagin. 450 milliónir krónur til útbyggingar Atlantic Petroleum hevur ikki kunngjørt enn, hvussu nógv felagið væntar at selja í 2013. Faroe Petroleum boðar frá í morgun, at felagið ætlar at brúka okkurt um 450 milliónir krónur til útbyggingar í ár. Felagið hevði 674 milliónir krónur í tøkum peningi, tá árið 2012 endaði. Tað var eftir øllum at døma stóra 20 ára hátíðarhaldið hjá ALS í august, sum gjørdi, at stýrið misti álitið á stjóran, Ernst Jacobsen. Tað skrivar stýrið í frágreiðing til Johan Dahl, landsstýrismann, landsstýrismannin um orsøkirnar til, hví stýrið ikki longur helt, at sitandi stjórin var tann rætti at røkja starvið. Í frágreiðingini verða ein røð av hendingum nevndar, sum gjørdu, at stýrið misti álitið á stjóran. Starvsfólkini 5.000 krónur í part Sum dømi nevnir stýrið, at í sambandi við hátíðarhaldið bað stjórin um, at starvsfólkini í ALS skuldu fáa 5.000 krónur í part til at fara til Íslands fyri at hátíðarhalda føðingardagin hjá ALS. Styrið metti tað vera vantandi dømikraft, at stjórin yvirhøvur kom við einum slíkum uppskoti. Undir øllum umstøðum átti hetta ikki at verði skotið upp, uttan fyrst at hava verið vent við stýrisformannin, soleiðis sum vanligt er, skrivar stýrið. Eisini skeyt stjórin upp, at ALS skuldi geva út bók í sambandi við føðingardagin. Stýrið tók ikki undir við nøkrum av uppskotunum frá stjóranum. Hinvegin boðaði stýrið frá, at hátíðarhaldið skuldi fyriskipast soleiðis, at kostnaðurin skuldi verða beskeðin , sum stýrið tekur til. Stutt undan hátíðarhaldinum upplýsti stjórin, at kostnaðurin fór at verða umleið 400.000 krónur, og tað metti stýrið ikki verða beskeðið . Stýrið kundi heldur ikki góðtaka, at stjórin skúgvaði mannagongdir fyri stýrisfundirnar til viks. Samsýning fyri Trygdargrunnin Í frágreiðingini vísir stýrið á, at stýrisarbeiði í ALS er skipað soleiðis, at øll mál á dagsskrá til stýrisfundir verða upplýst væl og virðiliga og send stýrslimunum í góðari tíð. Men beint undan stýrisfundinum 14. november í fjør spurdi stjórin formannin í stýrinum, um málið viðvíkjandi samsýning hansara sum stjóri fyri Trygdargrunnin kundi verða viðgjørt á fundinum. Formaðurin í stýrinum sýtti fyri hesum, tí málið var ikki sett á skrá til fundin. Harnæst er stýrsformaðurin í ALS eisini stýrisformaður í Trygdargrunninum, og hevði hann tí boðað frá, at hann metti seg vera ógegnigan at viðgera málið. Hóast greið boð um, at málið ikki skuldi verða viðgjørt á fundinum, tók stjórin orðið og fór at greiða frá málinum. Formaðurin heitti beinleiðis á stjóran um at steðga. Stjórin aktaði tó ikki og helt fram at greiða frá málinum, verður sagt í frágreiðingini Á eykafundi sama dag staðfesti eitt samt stýri, at fult álit ikki longur var á stjóranum, og at hetta átti at fáa starvsrættarligar fylgjur. Tey næstu fimm árini vera 27,3 milliónir krónur færri til at reka heilsuverkið fyri. Tað sigur játtanarkarmurin, sum løgtingið hevur samtykt. Men roknað verður við, at heilsumálini hava brúk fyri 20 milliónum krónum afturat til raksturin hesi árini, so neyðugt verður at spara næstan hálvthundrað milliónir krónur í heilsuverkinum. Tað ber ikki til at skerja rakstrarkostnaðin og samstundis halda fast í verandi heilsuverksbygnað, uttan at hetta fer at merkja minni virksemi og verri tænastu. Samanlagt merkir hetta, at um heilsuverkið ikki skal vera niðurlagað og tænastan versna, má heilsuverkið um og nýskipast soleiðis, at meira fæst fyri minni í framtíðini, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður, í uppriti til landsstýrið. Aðalorðaskifti um heilsuverkið ætlanin er í vár at leggja spurningin um, hvussu framtíðar Heilsuverk Føroya kann og eigur at verða skipað, fyri løgtingið til aðalorðaskifti. Uppritið hjá landsstýrismanninum er framsøkið. ætlanin er, sum tað stendur, at fara undir miðvísar fyrireikingar til at nýskipa heilsuverkið við tí fyri eyga at betra munandi heilsustøðuna hjá fólki og minka sjúkraviðgerð. ætlanin hevur fingið heitið heilsunýskipanin. Hon skal fremja avgerðina hjá løgtinginum um at spara 27,3 milliónir krónur í føstum prísum á kontuni heilsumál árini 2013 2017, og leggja upp fyri ófíggjaðum útreiðsluvøkstri, 20 milliónir krónur, næstu fimm árini. Vaksandi eftirspurningur eftir meira framkomnum og dýrum viðgerðum og heilvági ger, at raksturin hjá heilsuverkinum kostar meira. Samstundis hækkar meðallivialdurin, og eldri fólk hava oftari brúk fyri heilsuverkinum, stendur í uppritinum hjá Karsteni Hansen, landsstýrismanni. Virðislønin til ungt listarfólk varð latin Silju Strøm, myndlistakvinnu. Umframt heiðurin fekk unga myndlistakvinnan 50.000 krónur í gávu frá landinum. Marianne Clausen, tónleikafrøðingur, fekk heiðursgávu landsins á 75.000 krónur, fyri sítt arbeiði at lýsa og varðveita vitanina um føroysku fólkatónleikaramentanina í bókaverki. Guðrið Poulsen, leirverk listakvinna, Ebba Hentze, rithøvundur og týðari, og Hanus G. Johansen, tónleikari, fingu sømdargávur landsins, ið verða latnar listafólkum, sum hava útint listarligt avrik. Hetta er ein lívlong heiðursgáva á 20.000 krónur um árið. Tóroddur Poulsen, rithøvundur og listamaður, fekk tillutað mentanarvirðisløn landsins, ið er 150.000 krónur. Virðislønin verður latin einum føroyskum listafólki, sum hevur útint listarligt avrik. Listafólkið skal hava skapað list á høgum stigi, stendur í grundgevingini. Terje Sigurðsson og Símun Absalonsen halda fram sum semingsmenn á privata arbeiðsmarknaðinum. Tað hevur nevndin, sum velur semingsmenninar, gjørt av. Sambært semingslógini frá 1928 velur ein nevnd við umboðum fyri partarnar á privata arbeiðsmarknaðinum semingsmenn fyri trý ár í senn. Terje Sigurðsson fer nú undir sítt fjórða skeið sum semingsmaður. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, og íslendski starvsbróðir hansara, Steingrímur J. Sigfússon, eru komnir ásamt um sínámillum fiskiveiðirættindini fyri í ár. Avtalan verður á sama stigi sum í fjør. Føroyska botnfiskakvotan undir Íslandi verður framhaldandi 5.600 tons tilsamans. Toskakvotan verður 1.200 tons, og beinleiðis fiskiskapur eftir kalva og svartkalva er framvegis ikki loyvdur. Føroyska lodnukvotan fyri vertíðina 2013 2014 verður 30.000 tons, um heildarkvotan verður 500.000 tons ella meir. Verður heildarkvotan minni, verður føroyska kvotan 5 prosent av heildarkvotuni. Føroysk skip kunnu virka tveir triðingar av kvotuni til matna, men eftir 15. februar bert ein triðing. Er kvotan undir 500.000 tons, kunnu tríggir fjórðingar tilsamans virkast til matna, men tó ikki meiri enn ein triðingur eftir 15. februar. Hetta er óbroytt frá avtaluni fyri 2012. Føroyingar misnøgdir Føroyar hava í fleiri ár gjørt vart við sína misnøgd við, at Ísland setir treytir fyri, hvussu føroysk skip gagnnýta sína kvotu annaðhvørt til virkingar til matna umborð, ella til virkingar til matna aðrastaðni enn í Íslandi. Eftir føroyskum tykki er hetta eisini í stríð við Hoyvíkssáttmálan og aðrar semjur millum londini. Ísland var heldur ikki hesaferð sinnað at ganga føroyska sjónarmiðinum á møti. Føroyar boðaðu tí á fundinum frá, at málið fer at verða tikið uppaftur seinni. 1300 tons av makreli Íslendska makrelkvotan í føroyskum sjógvi í í ár verður aftur 1.300 tons, og kvotan av aðrari sild enn norðhavssild verður eisini óbroytt, 2.000 tons. Semja er um at halda fram við skipanini um, at skipini sleppa at fiska ávikavist norðhavssild og svartkjaft hvør hjá øðrum. Íslendsk skip kunnu fiska sínar kvotur í føroyskum sjógvi, og føroysk skip sínar kvotur í íslendskum sjógvi. Strandarlandasamráðingar Partarnir umrøddu onnur mál av felags áhuga, millum annað strandarlandasamráðingarnar um makrel, norðhavssild og svartkjaft. Teir kunnaðu hvør annan um støðuna hjá hvørjum landi, og umrøddu støðuna serliga við atliti at, at ongin strandarlandaavtala enn er fingin í lag hvørki fyri makrel, norðhavssild ella svartkjaft fyri 2013. Harumframt umrøddu Jacob Vestergaard og Steingrímur J. Sigfússon støðuna viðvíkjandi kongafiski í Irmingarhavinum og í Norðurhøvum og støðuna viðvíkjandi svartkalva, sum Ísland og Grønland hava gjørt avtalu um. Steðgur er í samráðingunum um íslendskan limaskap í ES, til altingsvalið hevur verið í vár. Stjórnin sigur, at tað fer ikki at eydnast at fáa eina avtalu um limaskap fyri valið í apríl, og tí eru samráðingarnar steðgðar. Altingsval verður eftir ætlan 27. apríl, og veljarakanningar vísa, at andstøðan fer at vinna valið. Sjálvstæðisflokkurin, sum er ímóti limaskap, stendur sambært veljarakanningunum at fáa 15 prosent fleiri enn atkvøður enn stjórnarflokkarnir. Andstøðuflokkar skipa stjórn Nógv bendir á, at Sjálfstæðisflokkurin og Framsóknarflokkurin, sum báðir eru í andstøðu, fara at skipa stjórn eftir valið. Samfylkingin hjá Jóhonnu Sigurðardóttir, forsætisráðharra, og Vinstri Grøni flokkurin hava havt stjórnarvaldið í Íslandi seinastu árini. Ísland bað um limaskap í ES í 2009, og síðani hava samráðingar verið um treytirnar fyri limaskapi. Partrolararnir hjá Faroe Origin, Rókur og Lerkur, eru lagdir. Trolararnir komu inn í gjár, og manningarnar hava fingið boð um, at tær eru uppsagdar. Tað váttar Anfinn Olsen, reiðari. Hann sigur, at orsøkirnar eru tvær. Tað hevur verið lítið av fiski, og samstundis er torført at fáa raksturin av hesum parinum at bera seg. Anfinn Olsen sigur, at reiðaríið hevur roynt at lækkað útreiðslurnar, serliga oljunýtsluna, og hóast tað hevur eydnast, er tað ikki nóg mikið Tí eru Rókur og Lerkur lagdir fyribils. Mentanarvirðislønirnar hjá landinum verða handaðar í Spaniastovu í Klaksvík í kvøld. Mentanarvirðisløn Landsins er 150.000 krónur. Hon verður latin einum føroyskum listafólki, sum hevur útint listarligt avrik. Hetta listafólkið skal hava skapað list á høgum stigi. Heiðursgáva Landsins er 75.000 krónur. Hon verður latin einum mentafólki, sum hevur arbeitt fyri mentanarligum virðum, sum hava týsning fyri føroyska mentan, list og mentanararv. Aðrar virðislønir Eisini aðrar virðislønir verða latnar, eitt nú virðisløn til eitt ungt listafólk, sum er 50.000 krónur. Og haraftrat verða lætnar Sømdargávur Landsins, sum verða latnar listafólkum, sum hava útint listarligt avrik. Hetta er ein lívlong heiðursgáva, sum er 20.000 krónur um árið. Tað verður landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, sum fer at handa mentanarvirðislønirnar. Á skránni verður millum annað tónleikur, røður og annað. Útvarpið sendir frá almenna tiltakinum, sum byrjar klokkan 19. Bæði løgmaður og landsstýrisfólkini fara munandi upp í løn, og tey fáa eisini skattafrían bil at ráða yvir. Løgmaður fekk í morgun handað álit við tilmæli um samsýningar og eftirlønir hjá landsstýrisfólkunum. Tilmælið er, at lønin hjá løgmanni skal hækka við 130 prosentum av lønini í lønarflokki 40 hjá tænastumonnnum landsins. Tað fer at geva løgmanni meiri enn 200.000 krónur í lønarhækking um árið. Lønin hjá løgmanni er í løtuni beint niðan fyri 700.000 krónur, men verður tilmælið tikið til eftirtektar, fer lønin upp um 900.000 krónur. Lønin hjá landsstýrisfólkum hækkar eisini. Tey fáa meiri enn 170.000 krónur afturat um árið. Í løtuni er lønin 590.000 krónur, men eftir tilmælinum verður hon meira enn 763.000 krónur. Fleiri onnur tilmæli eru í tilmælinum, sum er góðar 30 síður. Eitt nú fáa løgmaður og landsstýrisfólk ókeypis og skattafrían bil at ráða yvir. Afturfyri verður kostnaðarendugjaldið tikið av. Borðfæið tikið av Mælt verður eisini til aðrar broytingar í samsýningum. Skipanin við borðfæi verður tikin av, og útreiðslur til umboðan verða tiknar við í vanligu rakstrarjáttanina hjá avvarðandi aðalráðum. Borðfæið hevur higartil givið løgmanni 85.000 skattafríar krónur aftur at lønini, og landsstýrisfólkini hava fingið góðar 28.000 skattafríar krónur um árið. Skipanin við fríum bústaði í Havn verður eisini tikin av tó soleiðis, at løgmaður fær heimild til, í ávísum førum, at játta landsstýrisfólkum endurgjald fyri útreiðslur til bústað í Tórshavnar kommunu. Eftirlønarskipanin verður broytt. Landið skal rinda 15 prosent av lønarsamsýningini hjá landsstýrisfólkum í eina góðkenda eftirlønarskipan. Í verandi skipan hava løgmaður og landsstýrisfólk forvunnið sær fulla eftirløn, 60 prosent av lønini, eftir átta ár í landsstýrinum. Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum á middegi. Vágs býráð samtykti einmælt í gjárkvøldið at seta á stovn fjarlestrardepil. Fjarlestrardepilin er ein útbúgvingardepil, sum knýtir sambond millum fjarlesandi í Suðuroynni og lestrarstað, og eisini ein depil, sum kann hjálpa fólki at finna útbúgvingarstað. Steðga fólkaflytingini Dennis Holm, borgarstjóri í Vági, sigur, at fjarlestrardepilin er eitt ítøkiligt átak til tess minka fólkastreymin úr Suðuroynni. Fáa fólk møguleika at taka alla ella partar av eini hægri útbúgving í Suðuroynni, er eisini sannlíkt, at fleiri fara at brúka henda møguleikan, og tá missa tey ikki samband við lokaløkið í fleiri ár, sigur Dennis Holm. ætlanin er, at tey fyrstu fjarlesandi kunnu nýta depilin, tá hægri útbúgvingar byrja eftir summarfrítíðina. Partabrævið hjá Bakkafrost er eitt av trimum partabrøvum innan sjógæti á virðisbrævamarknaðinum, sum íleggjarar eiga at skunda sær at keypa. Tað skrivar Handelsbanken í eini meting, hvussu partabrøvini fara at standa seg í næstum. Handelsbanken metir, at Bakkafrost partabrævið er styrkt, og at kursurin hækkar úr 67 upp í 69 krónur. Í dag liggur virðið á partabrævinum um 60 krónur. 15 prosent hægri virði Tá virðisbrævamarknaðurin læt aftur í gjár, var virðið 59,50 krónur. Greinararnir hjá Handelsbanken meta, at virðið er eini 15 prosent hægri, enn tað verður selt fyri í dag. Hinar báðar sjógætisfyritøkurnar, sum Handelsbanken heldur verða verdar at keypa partabrøv í, eru báðar úr Bergen. Tær eru Lerøy Seafood, ið er heimsins næststørsta alifyritøka, og Grieg Seafood. Landsstýrismaðurin í innlendismálum, Kári P. Højgaard, kannar í løtuni, hvat landið kann brúka bygningarnar í Mjørkadali og á Sornfelli til. Virksemið hjá Nato í Mjørkadali og á Sornfelli er niðurlagt, og danski staturin hevur boðið landsstýrinum at yvirtaka allar bygningarnar. Setur hugskotsbólk Landsstýrismaðurin í innlendismálum hevur saman við umboðum fyri Landsverki verið og hugt at bygningunum, og sambært heimasíðuni hjá Landsverki fer hann í næstum at seta ein hugskotsbólk at gera uppskot, hvat ognirnar skulu brúkast til. Tilsamans er talan um 3.000 fermetrar í flagtekjubygningum. Umframt bygningarnar í Mjørkadali og á Sornfelli, yvirtekur landsstýrið eisini kommandørhúsini Yviri við Strond í Havn. Í nátt varð skotið gjøgnum ein rút á skrivstovuni hjá grikska forsætisráðharrranum í bygninginum, har stjórnarflokkurin Nýtt Demokrati heldur til, skrivar Reuters. Antonis Samaras, forsætisráðharri, var ikki staddur á skrivstovuni, og eingin fekk skaða, upplýsir løgreglan. Skutu við Kalashnikov riflu Vaktarmenn sóu tveir mans fara úr einum svørtum bili og skjóta við eini Kalashnikov riflu eftir bygninginum. Í minsta lagi níggju patrónhylki vórðu funnin á staðnum, og løgreglan kannar eisini ein uppkolaðan bil nærindis. Búskaparkreppan hevur elvt til ófrið í Grikkalandi. Seinastu dagarnar eru granatir eisini tveittar eftir politikarum og journalistum. Vinstrahallir bólkar hava átikið sær skyldina av álopunum. Danmark fer at hjálpa Fraklandi í bardaganum móti islamistunum í Mali, og fer at senda eitt flutningsflogfar til vesturafrikanska landið. Tað upplýsti Villy Søvndal, uttanríkisráðharri, seinnapartin eftir ein snarfund í fólkatingsins uttanríkispolitisku nevnd. Fólkatingið viðger málið í morgin. Frakland avgjørdi fyri fáum døgum síðani at hjálpa stjórnini í fyrrverandi franska hjálandinum at berjast móti islamska uppreistrarherinum, og Frakland hevur sent bæði flogfør og tyrlur til Mali. Eindarlistin ímóti Allir flokkar í uttanríkispolitisku nevndini tóku undir við tilmælinum frá Villy Søvndal, uttanríkisráðharra, um at senda eitt flutningsflogfar til Mali, men Eindarlistin, sum er stuðulsflokkur hjá stjórnini, er ímóti. Danmark hevur sett 125 milliónir krónur. av næstu fimm árini at loysa kreppur og tryggja støðufesti í Mali og í øðrum londum sunnan fyri Sahara. USA og Bretland eru eisini við í átakinum, tó ikki hernaðarliga. Kubansku myndugleikarnir hava sett strongu útferðarreglurnar úr gildi, og kubanar kunnu nú frítt ferðast uttanlands. Einasta kravið er, at teir hava pass. Fyrr skuldu teir hava eitt serligt útferðarloyvi. Hóast nýggju reglurnar hava fingið kubanar standa í bíðirað at fáa pass, eru tað ikki øll, sum eru so bjartskygd. Nú kunnu vit fara hagar, vit vilja. Spurningurin er bara, um onnur lond í heiminum vilja hava okkum á vitjan, sigur Jose Luis Guerra við danska kringvarpið. Hann er millum teirra, sum bíða eftir passi. Framvegis avmarkingar Og Guerra hevur helst grein í sínum máli. Tí samstundis sum valdsharrarnir nú kunnu siga, at fólkið kann ferðast hagar, tað vil, eru framvegis krøv um innfararloyvi, og tað ber eisini til at nokta fólki í týdningarmiklum størvum, pass. Vit hava bert fingið hálvt frælsi, sigur Oscar Elias Biscet, andstøðingur, við DR. Haraftrat verður avmarkað, hvussu mong fara av landinum, tí tey fæstu hava ikki ráð at ferðast. Íslendska lodnuskipið Kristina kom í morgun á Norðfjørðin. Hetta er besti túrur hjá skipinum nakrantíð. Í lastini hava teir umleið 2000 tons av frystari lodnu, og túrurin tók bert seks dagar. Kristina fer aftur til fiskiskap, so skjótt liðugt er at landa í dag. Kristina er størsta fiskiskipið í íslendska flotanum. Samherji eigur skipið. Íslendska lodnuveiðan hevur verið góð síani á nýggjárinum. Fyrsta lastin kom 8. januar, tá Børkur landaði 1100 tons. Á Sildarvinnsluni á Norðfjørðinum hava tey seinastu vikuna tikið ímóti knøppum 8.000 tonsum av lodnu. Johan Dahl, landsstýrismaður, hevur í dag valt Eyðfinn Jacobsen, advokat, til stýrisformann í ALS. Hann tekur við eftir Alfred Petersen, sum varð koyrdur frá sum stýrisformaður fríggjardagin, í kjalarvørrinum av málinum um fráfaringaravtaluna við fyrrverandi stjóran í ALS, Ernst Jacobsen. Eyðfinnur Jacobsen tekur við starvinum beinan vegin. Veitingarskipið Eldborg fer næstu 10 mánaðirnar at arbeiða fyri Statoil, sum borar í Mosambikk og Tansania. Sáttmálaskeiðið er 10 mánaðir, men møguleiki er leingja sáttmálan 10 mánaðir afturat. Hetta er onnur ferðin, at eitt veitingarskip, sum Skansi Offshore eigur, arbeiðir í langtíðarsáttmála fyri Statoil. Eldborg hevur verið í norskum sjógvi, síðani hon varð bygd í 2009, og hon fer væntandi úr norskum sjógvi í februar. Laksaprísurin fer at hækka næstu árini, tí minni verður alt. Seinnu árini er laksaalingin í heiminum økt munandi, og nógvur laksur er sendur út á marknaðin. Stóru alaralondini, sum til dømis Noreg, Kili, Skotland og Føroyar, hava alt munandi meiri seinastu árini, men í ár og næsta ár steðgar vøksturin. Tað hevur við sær, at laksurin gerst dýrari hjá brúkaranum. Óvanliga stórur vøkstur John Binde, stjóri í Norway Royal Salmon, sigur í samrøðu við Aftenposten, at vøksturin seinastu tvey árini hevur verið óvanliga stórur, men í ár er ivasamt, um nakar vøkstur verður yvirhøvur. Laksaalingin vaks 12 prosent í 2011 og 20 prosent í fjør. Kiloprísurin á laksi var 25 26 krónur í 2012, men seinastu tíðina hevur prísurin spakuliga nærkast 30 krónum. Í farnu viku var prísurin á laksabørsinum Fish Pool 31,95 norskar krónur kilo. 32 33 krónur. í ár Metingarnar hjá greinarum siga, at meðalprísurin á laksi fer at liggja um 32 33 krónur í ár. Fyri brúkaran, sum keypir laksin í handlinum, fer prísvøksturin at merkjast um nakrar mánaðir. Tað ganga sum oftast einir seks mánaðir, frá tí at prísurin broytist, til tað sæst aftur hjá brúkaranum. Rættarmálið móti fyrrverandi leiðaranum í ABC barnahjálp í Liberia, Matthew Sakeuh, skal viðgerast av nýggjum, tí próvførslan var ikki nøktandi. Dómarin hevur ógildað úrskurðin hjá nevningatinginum, og ABC Children s Aid International fyrireikar nú nýtt rættarmál. Eitt nevningating fann beint fyri jól Matthew Sakeuh sekan í at hava stolið fremmanda ogn, misnýtt ognir, sum hann hevði fingið at umsita, og fyri brotsliga samansvørjing. Lógarbrot fyri meiri enn eina millión amerikanskar dollarar. Verjin hjá Sakueh kærdi úrskurðin, og nú hevur dómarin í málinum kolldømt úrskurðin hjá nevningatinginum. Viðgjørt eftir øðrum fortreytum Høvuðsvitnið hjá ABC barnahjálp er Guðrún Margr eacute t Pálsdóttir, forkvinna og stovnari av ABC barnahjálp í Íslandi. Hon segði við íslendska ríkisútvarpið í gjár, at liberiski sakførarin hjá ABC barnahjálp hevur viðgjørt málið eftir heilt øðrum fortreytum enn teimum, ið ABC barnahjálp legði upp til. Guðrún Margr eacute t Pálsdóttir fer væntandi aftur til Liberia í februar at fyrireika nýtt rættarmál. ABC barnahjálp í Føroyum hevur við stuðli frá landsstýrinum tikið stig til at byggja ein skúla á bústaðar og skúlaøkinum við Monrovia. Tískil er revsimálið í Liberia eisini viðkomandi fyri Føroyar. Nógv bendir á, at verandi byggiætlan um Skúladepil í Marknagili verður slept. Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur hesa vikuna havt drúgvar fundir við Landsverk, og Bjørn Kalsø fer væntandi í næstu viku at boða frá, hvørja niðurstøðu hann er komin til. Og niðurstøðan verður eftir øllum at døma, at tann skúladepilin, sum er á tekniborðinum, ikki verður bygdur. Segði upp 3. januar boðaði Landsverk frá, at Heini Trónd Hansen fer úr starvinum sum verkætlanarovasti. Rættari hevði tó verið at sagt, at Heini Trónd Hansen hevur sagt seg úr starvi, og uppsøgnin var í sær sjálvum fyrsta ítøkiliga prógvið um, at verkætlanin hevur fingið mønustingin Heini Trónd Hansen hevur ongar viðmerkingar til, hví hann hevur sagt seg úr starvi. Men tað skilst, at tað ikki er tí, at honum leingist aftur til Danmarkar og at hann tók á seg starvið sum verkætlanarovsti, við tí í hyggju at síggja Skúladepilin liðugt bygdan. Hóast sagt hevur verið, at tað bar til at fremja sparingar, so er greitt, at tað ikki hevur borið til at halda kostnaðin innan fyri játtanina, og seinasta talið, ið nevnt hevur verið er, at ein eykajáttan krevst uppá 70 milliónir krónur. Bíðað eftir útspæli Bjørn Kalsø hevur seinasta mánaðin sagt, at hann bíðar eftir einum útspæli frá Landsverki, men spurningurin er, um Landsverk og tey, sum hava boðið uppá arbeiðið at byggja Skúladepilin, ikki bíða eftir landsstýrismanninum í mentanarmálum og avgerð hansara, um verandi verkætlan skal fremjast. Tað hevur verið ógjørligt at komið á tal við partarnar í málinum, tí Landsverk hevur givið øllum munnkurv, teimum sum hava teknað og projekterað, og teimum, sum hava boðið uppá arbeiðið, munnkurv. Meiri verður at frætta í Degi og Viku í kvøld. Orsøkin er fráfaringaravtalan, sum ALS stýrið hevur gjørt við stjóran Ernst Jacobsen, sum fær 14 mánaðarlønir, hóast hann sjálvur hevur sagt seg úr starvi. Johan Dah sigur, at hann kann ikki góðtaka fráaringaravtaluna, sum stýrið hevur gjørt við Ernst Jacobsen. Landsstýrismaðurin væntar, at nýggjur formaður fyri ALS stýrið verður útnevndur í dag ella í morgin. 13 broytingar eru í trý ára gomlu lógini um heilsutrygd. Heilsumálaráðið hevur sent lógarbroytingarnar til hoyringar. Tær skulu koma í gildi tann 1.apríl. Sambært galdandi lóg skulu øll, sum flyta til Føroya úr øðrum londum enn Grønlandi og Danmark, bíða í seks vikur, áðrenn tey sleppa upp í Heilsutrygd. Eftir 1.apríl fáa tey rættindi og skyldur hjá Heilsutrygd frá tí degi, tey eru skrásett í Landsfólkayvirlitinum. Heilsutrygdarkortið verður av ongum. Tíðin er longu farin frá tí, hóast lógin bara er trý ára gomul. Tað finnast helst aðrar, betri og bíligari loysnir, heldur Heilsumálaráðið. Og tað ber til at gera avrokningarskipanina talgilda uttan heilsutrygdarkort. Tríggjar milliónir skulu brúkast afturat at gera nýggja avrokningarskipan hjá Heilsutrygd. Ein onnur broyting er, at útlendingar hava eisini rætt til tolk, tá tey fara til kommunulæknan. Og foreldur, sum eiga fleiri børn, sleppa undan fullum egingjaldi fyri heilivág til hvørt barnið yngri enn 18 ár. Tað fer at kosta hálva aðru millión krónur. Men fólk millum 18 og 67, sum keypa heilivág fyri meira enn 5.300 krónur. um árið, skulu gjalda 325 krónur. meira Fráfarandi fíggjarstjórin hevur starvast á Føroya Tele í meira enn 10 ár, tey síðstu seks árini sum fíggjarstjóri. Hann hevur fingið bjóðað nýtt starv og hevur tikið av, skrivar Føroya Tele í tíðindaskrivi. Brian Smedemark, sum frammanundan starvast á fíggjardeildini, er fyribils settur sum fíggjarstjóri til nýggjur stjóri er settur. Orsøkin er, at KT serfrøðingar eru blivnir varnir við, at forritið er ikki nóg trygt, og tað ger tað ov lætt hjá teldusníkum at gera seg inn á teldurnar hjá fólki. Java er ein hurlivasi. Tað er frægast at sløkkja forritið, sigur KT trygdarserfrøðingurin, Jaime Blasco, sum er stjóri á Alien Vault Labs, við Reuters. Java er eitt forrit, sum ofta er neyðugt at hava á telduni, um ein skal brúka netbanka, spæla spøl á netinum, kjatta og annað. Nógvar heimasíður koma ikki á skíggjan, um ein ikki hevur Java. Tríggir KT serfrøðingar sum Reuters hevur tosað við, eru tó samdir um, at frægast er at sløkkja Java, meðan arbeitt verður við at gera forritið tryggari. Teir siga eisini, at tað eru serliga teldur sum nýta MAC OS X, Linux ella Windows, sum eru viðkvæmar fyri álopum frá teldusníkum í samband við Java. Tað stendur í setanarskrivinum, sum ALS stýrið og fyribilsstjórin hava undirskrivað. Fyribilsstjórin er sett í starv til 31. mars í ár. Lønin hesa tíðina er ásett at vera 19.000 krónur um vikuna. Men so fær hon ikki eftirløn. Hetta merkir, at lønin er omanfyri 80.000 krónur um mánaðin. Ernst Jacobsen fór úr starvinum sum ALS stjóri í fyrradagin, og Marjun Eystberg varð sett sum fyribils stjóri. Marjun Eystberg bindur seg til ikki at søka stjórastarvið, sum skal lýsast leyst. Hon skal fyrireika lýsingina eftir stjóra og vera við í setanartilgongdini. Men afturfyri sleppur hon ikki at søkja stjórastarvið. Hann gevst eisini sum stjóri í felagsskapinum í USA. Paul Watson stovnaði sjálvur Sea Shepherd í 1977. Paul Watson, sum er úr Kanada men amerikanskur ríkisborgari, kunnger sjálvur á heimasíðuni hjá felagsskapinum, at hann gevst. Sambært Sea Shepherd vil Paul Watson ikki longur hava løn frá felagsskapinum eftir at ein amerikanskur dómstólur hevur givið Sea Shepherd forboð móti at koma hvalastingarum nærri enn 450 metrar. Sjálvur sigur Paul Watson, at av tí at hann er nevndur við navni í dóminum, fer hann úr sínum leiðarastørvum, tí hann virðir amerikanskan rætt, sigur hann. Paul Watson verður tó búgvandi um borð á Steve Irwin og verður við í tiltøkunum hjá Sea Shepherd sum eygleiðari. Hann er eisini farin frá sum skipari á Steve Irwin. Paul Watson hevur gjørt seg til óvin við myndugleikarnar í nógvum londum, eisini í Føroyum. Fyrst í september í 2000 fekk hann 300.000 krónur í bót í Føroya rætti fyri at bróta útlendingalógina níggju ferðir. Tað gjørdi hann, tá hann fór inn um tríggjar fjórðinga markið við skipinum Ocean Warrior tað summarið, hóast hann varð burturvístur úr Føroyum. Paul Watson kom ikki á rættarfundin í Havn. Og tað er ikki eydnast donskum myndugleikum at fáa pengarnar, hann varð dømdur at gjalda. Sambært fráfaringaravtaluni við Stýrið fyri ALS, fær Ernst Jacobsen 14 mánaðarlønir at rokna frá 1. februar í ár. Mánaðarlønin hjá ALS stjóranum er 56.569 krónur og 65 oyru. Fyri allar 14 mánaðirnar gevur hetta slakar 800.000 krónur, og stjórin er fríttstillaður í uppsagnartíðini. Haraftrat rindar ALS upp til tilsamans 50.000 krónur til skeið til fráfarna stjóran, sum hann sjálvur kann velja. Og so rindar ALS eisini kostnaðin til advokatin hjá Ernst Jacobsen í mesta lagi 50.000 krónur. Sum stjóri í ALS var Ernst Jacobsen eisini stjóri fyri Trygdargrunnin hjá fiskivinnuni. Og har er eisini ein fráfaringaravtala gjørd, sum tryggjar honum 300.000 krónur í einum høggi. Í fráfaringaravtaluni við Trygdargrunnin stendur, at hetta er fyri arbeiði, sum stjórin hevur gjørt fyri Trygdargrunnin í tíðarskeiðnum frá 1. juni 2011 til 1. februar 2013. Pengarnir skulu gjaldast innan 1. februar. Tilsamans geva fráfaringaravtalurnar við ALS og Trygdargrunnin Ernst Jacobsen útvið 1,2 milliónir krónur. Hetta svarar til eitt virði á góðar 85.000 krónur um mánaðin. Harumframt sleppur stjórin at eiga farteldu, iPad og fartelefon uttan kostnað. Orsøkin til, at Ernst Jacobsen fær hesa fráfaringaravtaluna er, at hann hevur tænt ALS so væl í nógv ár, sigur Alfred Petersen, formaður fyri ALS stýrið og stýrið fyri trygdargrunnin. Tað eru partarnir á arbeiðsmarknaðinum, sum eiga Arbeiðsloysisskipanina. Ongin av limunum í stýrinum, sum útvarpið fekk fatur á í gjár vildi gera viðmerkingar til avtaluna. Ingeborg Winther, kartni Ravnsfjall og Viberg Sørensen vísa øll til stýrisformannin, Alfred Petersen. Tað eydnaðist ikki at fáa orðið á Maritu Rasmussen og Jan Højgaard, sum eisini hava skrivað undir avtaluna. Tað gongur framá í samfelagnum, og tað merkist, at fólk aftur hava fingið hug at brúka pengar. Tað sigur Súsanna Rasmussen, deildarstjóri í BankNordik. At arbeiðsloysið minkar, er tekin um, at tað gongur rætta vegin, sigur Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum. Meira verður at frætta í útvarpstíðindunum klokkan 18.00. Nýtt Búskaparráð veðrur valt ein av næstu døgunum. Fráfarandi ráðið var sett til 31. desember 2012. Búskaparráðið hevur tríggjar limir, sum landsstýrið setur eftir tilmæli frá setursráðnum á Fróðskaparsetri Føroya. Herálvur Joensen, formaður í setursráðnum, sigur við Kringvarpið, at tey hava tilmæli klárt í hesi vikuni. Tí kann roknast við, at nýggja Búskaparráðið verður tilnevnt fyrst í komandi viku. Formaður í fráfarandi búskaparráði hevur verið Thomas Dam. Tað blivu slaktaði næstan tvær milliónir tons av alilaksi í heiminum í 2012. Heilt neyvt er talið 1,972 milliónir tons í rundari vekt. Hetta vísa tøl frá aligreinarastovuni Kontali Analyse. Vøksturin í tiknum laksi var uppá 22 prosent, ella 353.000 tons. Tað vóru serliga Noreg og Kili sum stóðu fyri vøkstrinum. Kili økti sína framleiðslu við 66 prosentum samanborið við 2011, meðan norska alivinnan tók 18 prosent meir av laksi enn árið fyri. Hjálp er á veg til mjólkabøndurnar, men hon verður smábýtt í fyrsta umfari. Jacob Vestergaard, landsstýrismðaur í landbúnaðarmálum, sigur, at ein bráðfeingishjálp er á veg. Seinni er ætlanin at koma við øðrum tiltøkum, sum skulu muna meira, sigur hann. Nógvir mjólkabóndur eru illa fyri fíggjarliga, millum annað tí at prísurin á hoyggi er hækkaður. Mjólkarvirkið búnaðarmanna fær minni mjólk enn fyrr. Landsstýrismaðurin heldur tó ikki, at tað er nøkur loysn at innflyta mjólk. Og tað ber heldur ikki til at hækka prísin á mjólk, sigur Jacob Vestergaard. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, væntar ikki stórvegis broytingar í avtaluni. Hann sigur, at Føroyar fara aftur í ár at royna at fáa íslendingar at strika ásetingina um, at eftir 15. februar kunnu føroysk skip bara landa ella virka ein triðing av lodnuni, sum føroyingar fáa frá íslendingum, til matna. Jacob Vestergaard, Rógvi Reinert, aðalstjóri og Andrass Kristiansen, deildarleiðari, fara til Íslands mánadagin. Samráðingar vera við Steingrím Sigfússon, ráðharra, mánadagin og týsdagin. Gunnlaugur Jónsson, partaeigari í Kolvetni, sum hevur fingið loyvi til at leita eftir olju við Íslandi, sigur við Morgunblaðið, at í Føroyum hevur nú verið leitað eftir olju í meira enn tíggju ár, men enn er eingin olja funnin, sum verd er fara eftir. Men føroysku oljufeløgini, Atlantic Petroelum og Faroe Petroelum, eru við í oljuvinnuni aðrastaðni. Hesi feløg eru lítil, men kortini selja tey olju fyri milliardir krónur úr bretskum og norskum keldum. Hesar royndirnar hjá føroysku oljufeløgunum eiga íslendingar at taka til sín, nú oljuleiting av álvara fer í gongd við Íslandi, sigur Gunnlaugur Jónsson. Hóast hvørki olja ella gass verða funnin í bræði ella kanska ongantíð, kunnu íslendsk feløg fáa royndir og kunnleika, sum tey kunnu brúka aðrastaðni eins og føroysku feløgini gera. Týskvøldið fer landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, at handa Mentanarvirðislønir Landsins. Fýra virðislønir verða handaðar Mentanarvirðisløn Landins, Heiðursgáva Landsins, virðisløn til ungt listafólk og Sømdargávur Landsins. Mentanarvirðislønin verður latin fyri at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útint listarligt avrik og fyri at hava skapað list á høgum stigi. Mentanarvirðislønin er 150.00 krónur. Heiðursgáva Landsins verður latin mentafólki fyri at virka til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv. Heiðursgáva Landsins er 75.000 krónur. Í ár er eisini avgjørt at lata eina virðisløn til eitt ung listafólk á 50.000 krónur. Eisini Sømdargáva Landsins verður latin listafólkum, ið hava útint listarligt avrik. Sømdargávur Landsins er ein lívslong heiðursgáva á 20.000 krónur. Hvørji tey eru, sum fáa mentanarvirðislønirnar í ár verður avdúkað í Spaniustovu í Klaksvík nú týskvøldið. 15. januar klokkan 19.00. Men einki verður tó sagt um, at ein niðurstøða eisini kemur tá. Nú er hálvt ár síðani, at Johan Dalsgaard í Fámara kærdi avgerðina um at selja Árna Brattaberg, sum hevði hægsta boð, festið. Harafturat er kært um sjálva uppboðssøluna av festinum. Marjun Eystberg avloysir Ernst Jacobsen sum ovasti leiðari í ALS. Marjun Eystberg er 49 ára gomul og hevur arbeitt í bankaheiminum í fleiri ár, millum annað í Jyske Bank, Handelsbanken og Eik Banka. Seinastu árini hevur hon arbeitt í síni egnu fyritøku, Input, har hon serliga hevur lagt seg eftir leiðslu og starvsfólkamenning. Alfred Petersen sigur, at ein av fyrstu uppgávunum hjá Marjuni Eystberg verður at fáa lýst eftir nýggjum stjóra. Hann leggur afturat, at tey ikki hava sett nakra freist fyri nær nýggi stjórin skal vera uppá pláss. Tað hevur verið forboðið í nógv ár, og tað er framvegis forboðið at hava sína eftirløn uttanlands. Men eingin ger nakað fyri at steðga lógarbrotinum. Men nú hendir okkurt, lovar landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen. Síðsti fundur í politiska fylgibólkinum um uppsparingarlógina verður týsdagin, og síðani verður lógaruppskotið sent til hoyringar. Meira verður at frætta um málið í útvarpstíðindunum klokkan 18.00 í kvøld. Fyrst í mars verður farið at brúka nakrar av milliónunum, sum løgtingið hevur játtað til almennar íløgur. Tá verður farið undir at byggja depilin til børn við fjølbreki, sum 26,5 milliónir krónur. eru játtaðar til. Annika Olsen, landsstýriskvinna, setti spakan í grundstykkið í Runavík í gjár. Runavíkar kommuna hevur latið grundstykkið á Gerðisvegi, og kommunan ger stykkið byggibúgvið. Í deplinum verða dagtilboð til 12 børn og umlættingardeild til átta børn. Nýggi depilin, sum eftir ætlan verður liðugur á sumri næsta ár, kemur í staðin fyri Reiðrið á Saltnesi. Globefish er ein deild undir FAO, matvøru og búnaðarfelagsskapinum hjá ST. Sildakvoturnar eru hægri í ár, og marknaðurin tykist at vera áhugaður í at keypa sildina, tí sildin hevur røttu støddirnar og góðskan hevur verið góð. Eftirspurningurin eftir frystari sild og øðrum sildaframleiðslum er í vøkstri, stendur í Globefish frágreiðingini. Teir stóru sildamarknaðirnir eru í Russlandi, Ukraina og í Hollandi. Russland gerst meir áhugavert fyri fiskaútflytarar aftaná at landið fekk fullan limaskap í heimshandilsfelagsskapinum. WTO í august í fjør. Við hesum limaskapinum noyðist Russland at fylgja WTO avtalunum, og truplari er at leggja forðingar fyri innflutningi. Globefish frágreiðingin vísir samstundis til ávaringarnar frá norskum fiskivinnugranskarum, ið siga at sildastovnurin kann fara fyri bakka, tí makrelstovnurin er í so skjótum vøkstri, og teir báðir stovnarnir liva av somu føði. Tryggingarfelagið Lív hevur gjørt avtalu um nýggja pensjónsskipan fyri hesi átta feløgini, sum eru Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Ergoterapeutfelagið, Bioanalytikarafelagið, Kost og føðslufelag Føroya, Ljósmøðrafelag Føroya, Felagið Radiografar í Føroyum og Heilsurøktarafelagið. Limirnir í hesum feløgunum hava higartil partvíst verið tryggjaðir í Danmark og partvíst í Føroyum. Nú hava feløgini savna síni pensjónsviðurskifti hjá Lív. Avtalan við feløgini varð undirskrivað við ársskiftið. Limir, sum hava verið partur av donskum skipanum, verða partvíst knýttir at hesum skipanum fram til 1. juli í ár. Pensjónsgjaldið er tó goldið til Lív, galdandi frá 1. juli 2012, skrivar Lív í tíðindaskrivi. Ernst Jacobsen hevur sagt seg úr starvi sum stjóri í Arbeiðsloysisskipanini. Hetta hevur verið ein spennandi og avbjóðandi tíð, men nú eg havi verið stjóri á ALS í meiri enn sjey ár umframt fíggjarleiðari í fimm ár, haldi eg, at tíðin er búgvin at royna nýggjar avbjóðingar , sigur Ernst Jacobsen. Tá Ernst Jacobsen tók við starvinum sum fíggjarleiðari í 2000, var Arbeiðsloysisskipanin komin í eina trygga legu. Skipanin er síðani konsoliderað soleiðis, at eginpeningurin eitt skifti táttaði í 740 milliónir krónur. Eftir nøkur ár við stórum arbeiðsloysi og við stórum halli er ALS framvegis ein sterk skipan við eini eginogn á omanfyri 300 milliónir krónur, skrivar ALS stýrið í tíðindaskrivi. ALS stýrið fer í næstum at lýsa eftir nýggjum stjóra. Føroysku limirnir í Útnorðurráðnum hava lagt uppskot til samtyktar fyri løgtingið um at fáa landsstýrið at kanna, um til ber at fáa øll skipaeftirlitini í Norðurlondum at samskipa reglurnar um fiskiskip. Tey seks tingfólkini siga, at ymisk trygdarkrøv kunnu hava við sær stórar eykaútreiðslur, tá fiskiskip og bátar verða handlað millum lond. Støðan í dag er ikki haldgóð, siga tey. Stórur munur er neyvan á trygdarkrøvunum í Norðurlondunum, men tá fiskiskip verða keypt og seld eru ofta nógvir snávingarsteinar kortini, verður sagt. Tí vilja tey hava landsstýrið at kanna, um til ber at seta øllum fiskiskipum í Norðurlondum somu trygdarkrøv. Uppskotið skal hava fyrstu viðgerð á tingfundinum 22.januar. Skotskir fiskimenn stuðla handilsátøkum móti føroyingum og íslendingum í samband við makrelstríðið. Men í Grimsby óttast fiskivinnan avleiðingarnar av einum handilsbanni. Skotska uppsjóvarvinnan vil framhaldandi hava at bretskar myndugleikar og ES seta tiltøk í verk móti føroyingum og íslendingum í sambandi við makrelósemjuna. Og teir fáa stuðul frá norsku vinnuni. Men teir fáa ikki stuðul frá øllum. Serliga er tað fiskivinnan og fiskakeypararnir í Skotlandi sum óttast eitt boykott av føroyingum og íslendingum. Hetta veit The Guardian at siga frá. Ian Gatt, leiðarin fyri skotsku uppsjóvarfiskimennirnar, sigur at aftaná 12 samráðingarumfør, so røkist ikki fyri, at møguligt er at fáa eina semju við Føroyar og Ísland. Vit eru komin til ta niðurstøðuna, at samráðingar nytta ikki. Vit noyðast at finna upp á okkurt annað fyri at loysa málið, tí kvoturnar sum Føroyar og Ísland hava sett eru púra burtur úr vón og viti, sigur Gatt sambært The Guardian. Men hesum er Steve Norton, leiðari fyri fiskakeypararnar í Grimsby er ósamdur, og hann óttast fyri fylgjurnar av einum handilsbanni. Ein munandi partur av tí fiskinum sum vit góðska her í Grimsby er íslendskur fiskur, sigur Norton. Hann vísir á at eini 4000 arbeiðspláss eru knýtt til góðskingarvinnuna í Grimsby, og tey arbeiða eini 70 til 80 prosent av tí feska fiskinum sum verður seldur í Stórabretlandi. Hann ávarðar móti fylgjunum av at seta í verk handilsbann, tí man veit ikki hvussu hetta kann raka aðrar partar av fiskivinnuni í ES og serliga Stóra Bretlandi. Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, hevur sagt við Vinnunevndina hjá løgtinginum, at Barsilsskipanin er so væl fyri fíggjarliga, at hon tolir fýra vikur afturat. Tí mælir minnilutin í nevndini, Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Janus Rein, til at leingja barsilsfarloyvi fýra vikur, tvær vikur til mammuna og tvær til pápan. Sambært fyribils tølum fer Barsilsskipanin at hava 13,5 milliónir krónur í yvirskoti í 2012, tí so fá børn vórðu fødd. Eigur barsilsfarloyvi at vera eftirlønargevandi, skal barsilsgjaldið hjá tímaløntum endurskoðast, og eigur pápakvotan at vera markað, ásett í lógini Hetta eru spurningar, sum arbeiðsbólkurin, sum landsstýrismaðurin í vinnumálum setti at arbeiða við fólkafráflyting og fólkavøkstri, skal viðgera. Barsilsskipanin er ein sjálvsagdur partur av arbeiðinum hjá arbeiðsbólkinum, sum skal vera liðugur fyri 1.apríl í ár. Tað sigur meirilutin í Vinnunevndini, sum hevur viðgjørt uppskotið hjá Tjóðveldi um at leingja barsilsfarloyvið og gera skipanina smidligari. Meirilutin, nevndarlimirnir hjá samgonguni, mælir tí løgtinginum til at bíða eftir arbeiðsbólkinum og ikki samtykkja uppskotið hjá Tjóðveldi. Fyrsti tingfundurin í nýggja árinum verður týsdagin tann 22. januar. Tað fer at kosta yvir 17 milliónir krónur at fremja lógina um talgilda undirskrift. Lógin er frá 2009. Harafturat kostar raksturin hálva triðju millión um árið. Eingir pengar eru í fíggjarlógini fyri 2013 til talgildar undirskriftir. Tað sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, í svari til Janus Rein, løgtingsmann. Lógin um elektroniskar, talgildar, undirskriftir er frá 25.mai í 2009, men enn er hon ikki framd. Og tað verður ein løta afturat, sambært svarinum hjá Johan Dahl. Landsstýrismaðurin sigur, at tað tekur okkurt um eitt ár eftir at talgilda undirskriftin kemur, til hon er klár at taka í nýtslu. Landsstýrið og peningastovnarnir eru samd um at brúka donsku skipanina NemID hjá Nets Danmark. Tilboðið frá Nets Danmark er 14,9 milliónir krónur. umframt 2,2 milliónir til serligan tørv hjá landinum. Raksturin kostar 2,5 milliónir um árið. Landið og peningastovnarnir bera hvør sína helvt av kostnaðinum. Johan Dahl sigur, at arbeiðsbólkurin, sum hevur kannað, hvussu grannalondini hava gjørt, mælir til at hava eina felags talgilda undirskrift fyri at tryggja, at fólk brúka skipanina. Við talgildu undirskriftini kunnu fólk logga seg inn á skipanir hjá kommunum, peningastovnum, TAKS og øðrum fyri at kunna avgreiða síni viðurskifti. Edmund Joensen, fólkatingsmaður, heldur, at tað er blivið tilvitað drálað við málinum um ríkisveitingina til Føroya fyri 2013, og at hetta er sera óprofessionelt. Samráðingarnar um rískisveitingina verða brúktar sum politiskt jarnbrot inni í samgonguni. Tað vil siga, at eitt nú Fólkaflokkurin krevur nakað afturfyri, hvørja fer ríkisveitingin skal hækka, sigur Edmund Joensen. Ríkisveitingin fyri januar og februar verður ikki útgoldin fyrr enn í mars mánaði, tí danska fíggjarmálaráðið ikki fekk svar frá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, fyrr enn mánaðarskifti november desember. Jørgen Niclasen hevur sagt, at tað bar ikki til at senda svarið fyrr enn semja var í samgonguni um, hvussu nógv ríkisveitingin skuldi hækka. Hann heldur, at hóast svarið kom seint, kundi fólkatingsmaðurin, Edmund Joensen, kanska gjørt sítt til, at ríkisveitingin kortini kom við ársbyrjan. Jørgen Niclasen vísir hesum aftur, og sigur, at tað bar ikki til at svara danska fíggjarmálaráðnum, fyrr enn semja var í samgonguni. Men talan er um tilvitað drál, heldur Edmun Joensen. Øll í politiska umhvørvinum vita, at seinkingin kemst av stríði um vald í samgonguni. Summi brúka hana sum jarnbrot til at trýsta ávís mál ígjøgnum politisku skipanina, vísir Edmund Joensen á. Hann vil tó ikki siga ítøkiliga, hvørji politisk mál hann sipar til. Ríkisveitingin í ár verður góðar 632 milliónir krónur, átta milliónir krónur meira enn í fjør. Í eini prædiku, sum Sjúrður Højgaard legði á internetið 3. januar, og sum er stílað beinleiðis til kirkjufólkið í Fuglafirði, leggur hann so ógvusliga eftir prestinum, at Anne Mette Klemensen hevur gjørt av at melda hann til løgregluna. Fuglfjarðaprestur sigur við útvarpið, at hon kennir seg og familju sína hótta av tí, ið verður sagt í prædikuni. Ikki bara Anne Mette Klemensen er undir ákæru eisini fleiri aðrir prestar og myndugleikapersónar fáa av grovfílini frá bersøgna prædikumanninum úr Rituvík. Anne Mette Klemensen sigur við útvarpið, at tað, sum fekk hana at melda prædikumannin, var tá hann mælir til at fara út og drepa børn hennara. Tað er meira enn eg kann standa model til, sigur fuglfjarðarprestur. Sambært Anne Mette Klemensen er ein av orsøkunum til hetta álopið, at hon í eini røðu í summar vardi rættindini hjá samkyndum at skráseta seg í parlagi. Fuglfjarðaprestur slær fast, at hon bert hevur vart rættin at skrásetast hon hevur ikki talað fyri at geva samkyndum møguleika at giftast í fólkakirkjuni. Marin Sólheim Thomsen, forkvinna í kirkjuráðnum í Fuglafirði, sigur, at Anne Mette Klemensen hevur fullan stuðul frá kirkjuráðnum at stevna prædikumannin frá Rituvík. Við Sosialin sigur Marin Sólheim Thomsen, at hon heldur, at Sjúrður Højgaard er ógvuliga vandamikil, serliga fyri ung, sum eru søkjandi í síni trúgv, og kallar hann fyri ein Breivikara . Hetta er nú vorðið so ógvusligt, at nú ber ikki til at flenna longur. Nú má tað takast í álvara, sigur Marin Sólheim Thomsen, forkvinna í kirkjuráðnum, við Sosialin. Hvørki Marin Sólheim Thomsen ella Anne Mette Klemensen ynskja at gera samrøður við útvarpið. Vit hava eisini tosað við Jógvan Fríðriksson, bisp, ið heldur ikki vil fram at mikrofonini. Orsøkin er, sigur bispur, at hann júst er afturkomin av ferð uttanlands, og tí ikki hevur fingið stundir at seta seg inn í málið. Í morgin verður formliga farið undir at byggja nýggjan depil í Runavík til børn við fjølbreki. Síðani á heysti í 2005 hevur stovnurin Reiðrið virkað í Eysturoynni. Endamálið við stovninum er at veita eitt dag og umlættingartilboð til børn við fjølbreki. Hølisviðurskiftini hjá hesum stovni hava ikki verið nøktandi, og tí er farið undir at byggja nýggjan depil. Nýggi stovnurin fer at hýsa dagtilboði til 12 børn og eina umlættingareind til átta børn. Tilsamans eru 26,5 milliónir krónur settar av til nýggja depilin. Hetta vísa tøl sum íslendska hagstovan hevur savnað. Hagtøl frá ST stovninum FAO vísa at størstu mongdirnar eru fiskaðar í Kyrrahavinum. Tann lítla peruvanska ansjósin er tann fiskurin sum mest varð fiska av. Hyggja vit eftir heimspørtunum, so er verður fiskað mest í Asia, síðani er tað USA og á triðja plássi er tað Evropa. Kina var tann tjóðin sum fiskaði mest í 2010, meðan Noreg var størsta fiskivinnutjóðin í Evropa. Føroyska laksaframleiðslan setti met í fjør. Tøkan í fjør var 62.732 tons í kruvdari vekt. Hetta er 20 prosent meira enn árið fyri, tá vit framleiddu 49.588 tons av aldum laksi. Gamla metið var frá 2003, tá 52.269 tons av aldum fiski vórðu tikin. Hetta var eitt ár, tá ein stórur partur av alifiskinum mátti takast orsaka av ILA sjúkuni. Síðan 2006 er laksaframleiðslan økt á hvørjum ári 2010 undantikið upplýsir havbúnaðarfelagið. Meðalvektin á laksinum, ið varð tikin í fjør lá um 5,07 kilo samanborið við 4,78 kilo í 2011. Prísurin fyri laksin var nakað lakari í 2012 enn í 2011. Fyrstu tríggjar ársfjórðingarnar av 2012 vaks framleiðslan av laksi við næstan 30 prosentum samanborið við árið fyri, men søluvirði øktist bert eini fimm prosent. Sølutølini fyri alt árið í fjør eru ikki tøk enn. Flogvøllurin í Vágum setti met í fjør. 11 prosent fleiri ferðafólk enn í 2011. Og fleiri ferðafólk enn nakað annað ár. 225.532 ferðafólk fóru um flogvøllin, 3.590 fleiri enn í gamla metárinum, sum var 2008. Sambært Vága floghavn koma fleiri útlendingar til Føroya. Men oljuvinnan eigur eisini sín part. Hálvt fjórða prosent av vøkstrinum í fjør stavar frá flúgving við oljufólkum. Vøksturin í ferðafólkatalinum í fjør er størri enn væntað. So nógv størri, at partafelagið, sum eigur og rekur flogvøllin, fer at hava ein lítlan vinning í staðin fyri hall í 2012. Sunnunáttina bað trolbáturin Hansa Maria um hjálp, tí hann hevði fingið maskinskaða. Hansa Maria fekk ikki siglt, og teir fingu heldur ikki trolið inn. Hansa Maria var á Sandoyarbankanum. Brimil var hjá bátinum klokkan hálvgum seks sunnunmorgunin. Brimil tók trolið inn og sleipaði síðani Hansu Mariu á Havnina, hagar tey komu klokkan tvey í gjár, upplýsir Fiskiveiðieftirlitið. Klokkan eitt korter til tólv fríggjakvøldið boðaði skeljatrolarin Norðheim frá, at hann var farin á land nakað sunnan fyri Hósvík. Brimil var hjá Norðheimi klokkan tíggju minuttir í tvey leygarnáttina, og ein tíma og trý korter seinni fekk Brimil Norðheim av helluni. Norðheim lak ikki og sigldi sjálvur til Oyri, har kavarar fóru niður at kanna skaðan. Virðið á partabrævinum í BankNordik minkaði í fjør, og tí er bankin farin av mittasta stigi niður á lægsta stig í skrásetingini hjá keypsskálunum. Keypsskálarnir í Norðurlondum bólka skrásettu partafeløgini í Large Cap, Mid Cap og Small Cap eftir marknaðarvirðinum á partabrøvunum. BankNordik var í Mid Cap, men í fjør fall partabrævið úr 81 krónum niður í 73 krónur, og tí er BankNordik nú í Small Cap. Tveir aðrir peningastovnar í ríkinum fluttu eisini niður á nýggjárinum, teir eru Danske Andelskassers Bank og Sparekassen Himmerland. Hini bæði skrásettu føroysku feløgini, Atlantic Airways og Atlantic Petroleum, eru framvegis skrásett sum Small Cap. Samstundis sum Fíggjarmálaráðið fyrireikar eina lækking í ferðagjaldinum hevur Janus Rein, løgtingsmaður, eitt uppskot um lægri ferðagjald og einki avgjald frá 2016. Janus Rein mælir til at broyta lógina soleiðis, at einki ferðagjald verður kravt í mars, november og desember í ár, næsta ár og í 2015 og heldur ikki í januar og februar næsta ár og í 2015. Hinar sjey mánaðirnar skal ferðagjaldið lækka stigvíst. Tað skal vera 90 krónur í ár, 60 krónur næsta ár og 30 krónur í 2015. Frá 1.januar í 2016 skal einki ferðagjald krevjast yvirhøvur, tí tá skal lógin um ferðagjald setast úr gildi, sigur Janus Rein. Ferðagjaldið er nú 120 krónur. Men løgtingið samtykti í sambandi við fíggjarlógina, at ferðagjaldið skal lækka, tí tingið skar tríggjar milliónir av teimum 16, sum landsstýrið ætlaði sær í ferðagjaldi í ár. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, segði við Útvarpið fríggjadagin, at hann fer at biðja løgtingið lækka ferðagjaldið. Hvussu stór lækkingin verður, er ikki avgjørt enn. Janus Rein sigur, at hansara uppskot kostar landskassanum 3 4 milliónir krónur í ár. Hann sigur, at skal nøkur kapping koma um Føroyaflúgvingina, mugu ferðagjøldini lækka. Atlantic Airways hevur í nógv ár ført fram, at ferðagjaldið er ein stór forðing fyri ynskinum og møguleikanum fyri bíligari flogferðaseðlum. Á henda hátt kann flogfelagið ferð eftir ferð partvís bera seg undan ábyrgdini av, at prísurin á ferðaseðlum er, sum hann er. Við at strika ferðagjaldið verður henda undanførsla tikin frá flogfelagnum, sigur Janus Rein, løgtingsmaður. Uppskot hansara hevur enn ikki verið til fyrstu viðgerð í tinginum. Tað staðfestir rønlendski landsstýrisformaðurin, Kuupik Kleist, eftir hvøssu atfinningarnar móti at Grønland hevur ásett sær sína egnu hvalakvotu. Hóast ein stórur meirluti í Altjóða Hvalaveiðunevndini mótmælir, hevur Grønland avgjørt at økja sína hvalakvotu í ár úr 211 upp í 221 hvalir. Síðani tað hava atfinningarnar regnað oman yvir Grønlendskar politikarar, men landsstýrisformaðurin heldur fast um, at avgerðin er í samsvar við endamálið hjá Altjóða Hvalaveiðunevdnini. Vit fylga ásetingini hjá hvalaveiðunevndini um at veiðan skal verða burðardygg og tað er út frá hesi áseting, at vit hava tikið avgerðina um at økja okkara kvotu við 10 hvalum, sigur Kuupik Kleist við grønlendska ríkisútvarpið. Gerst ein friðingarnevnd Hann vísr aftur, at Grønland við hesi avgerðini er í ferð við at kvetta sambandi við altjóða hvalaveiðunevndina. Men um altjóða hvalaveiðunevndin er í ferð við at gerast ein friðingarnevnd, sum tekur atlit til kenslur heldur enn vísundaliga rágeving, so vænti eg at nevndin verður upployst, sigur landsstýrisformaðurin. Kupik Kleist ásannar, at avgerðin kann skaða umdømið og samtarvsmøguleikarnar hjá Grønlandi í altjóða samfelagnum framyvir. Men tað má Grønland liva við, staðfestir hann. Tað týdningarmesta er, at vit veiða okkara livandi tilfeingi á vísundaligum grundarlagi og ikki út frá at summi djór eru vøkur at hyggja at meðan onnur eru ljót. Kunnu vit ikki halda okkum til felags prinsippir, so trúgvi eg ikki at tað fer at bera til at varveita eitt skilagott samstarv við altjóða Hvalaveiðunevdnina, heldur Kleist. Norska alivinnan hevur mist tamarhaldið á álvarsligu laksasjúkuni Pancreas Disease, stytt PD. Are Nylund professari í fiskasjúkum sigur við blaðið Dagens Næringsliv, at einki tamarhald longur er á sjúkuni. PD virus spjaðist í allar ættir, og sjúkan er staðfest frá Finnmark til Hordaland. Professarin undrast á, at tað ikki verða sett tiltøk í verk, sum forða fyri at sjúkan spjaðist. Noyðast at hava betri eftirlit Í fjør var PD sjúkan staðfest í 132 alibrúkum fram við norsku strondini. Sjúkan elvir til stórt felli í alibrúkunum. Vit mugu finna smittuvegirnar og støðga teimum. Tað inniber millum annað strangari reglurgerðir fyri flutning av fiski. Tað burdi verið strangliga bannað at flutt fisk frá teimum økjum, har sjúkan er staðfest, sigur Are Nylund við Dagens Næringsliv. Nylund, sum er professari á lívfrøðideildini á Bergens Universitet ber stóran ótta fyri, at sjúkan kann spjaða seg til villan laks eisini. Fiskur ikki fluttur til Føroya Kristina Landsverk, stjóri í norska matvørueftirlitinum metir ikki, at alararnir hava mist tamarhaldið á sjúkuni, men hon er samt í professaranum í, at tiltøk eiga at verða sett í verk. Einki forðar fyri at flyta livandi fisk úr Noregi til Føroya, men tað verður ikki gjørt. Føroyskir alarar hava innflutt rogn, men tað er ikki prógvað, at virussmitta kann finnast í rognum, sigur Andras Strøm djóralækni á Fiskaheilsutænastuni. Hann vísir á, at føroyskir alarar ansa sera væl eftir hesi sjúkuni og vísa varðsemi. Onga kenda sjúku Styrkin hjá føroyskari aling í løtuni er, at vit ikki hava staðfest nakra av kendu laksasjúkunum. Andras Strøm er kann tó ikki vissa um, at sjúkan ikki fer at koma til Føroyar. Eins og við ILA sjúkuni, so kom hon til Føroyar fleiri ár eftir at hon varð staðfest í Noregi, hóast bann var sett fyri øllum innflutningi av livandi fiski og aliútgerð úr Noregi. Tí er vandi fyri, at PD eisini kann koma fyrr ella seinni, sigur Andras Strøm, men staðfestir eisini, at føroysku alararnir hóast eingi tiltøk eru sett í verk vísa allar størsta varðsemi fyri at forða fyri at slíkt sker. Enn ein sjúka staðfest Ein onnur sjúka, ið alararnir ansa serliga væl eftir í hesum tíðum, er ein livandi vera, sum setir seg í táknirnar á fiskinum. Henda sjúkan er staðfest í Skotlandi og skotsku oyggjunum, og er nú eisini staðfest í hetlendskum alibrúkum. Tá sjúkan er staðfest so tætt við okkum, er stórur vandi fyri, at sjúkan kann koma í føroysku alibrúkini eisini, staðfestir Andras Strøm, djóralækni. Tað veit Kringvarpið frá álítandi keldum. Sjálvur vil Heini Trónd Hansen í dag hvørki vátta ella avsanna, at hann skal hava sagt seg úr starvi. Heini Trónd Hansen byrjaði í starvinum 1. apríl í fjør. Enn er ógreitt, nær Heini Trónd Hansen gevst í starvinum og hvør tekur við uppgávunum hjá honum. Skúladepilin í Marknagili hevur verið í tungum sjógvi seinastu tíðina. Tá tilboðini komu inn, vóru boðini nógv dýrari enn metingin segði. Mett verður, at depilin fer at kosta 520 milliónir við innbúgvi. Hetta eru 70 milliónir meira enn játtaðar eru til depilin. Talan er um Elektron, E7, NEMA, Formula, KREA, Appnet og KT húsið. Borgaragluggin varð boðin út um miðjan desember, og síðani hava føroyskir KT veitarar havt møguleika at hyggja nærri at útbjóðingartilfarinum hjá TAKS. Freistin var úti í dag at boða frá luttøku. Á borgaraglugganum verður møguligt hjá borgarum at avgreiða síni viðurskifti við TAKS á netinum. Eftir ætlan fer borgaragluggin at virka seinast í hesum árinum. 20. februar er evsta mark at lata inn eitt endaligt tilboð um at menna nýggja borgaragluggan, sigur Taks í tíðindaskrivi. Bjørn Kalsø gjørdi av at velja somu uttanhýsis limir aftur í stýrið fyri at tryggja framhald, nú Fróðskaparsetrið er skipað við nýggjum bygnaði aftaná samanleggingina av Fróðskaparsetri, Læraraskúla og Sjúkrarøktarfrøðiskúl. Nýggju fólk sita í stýrinum fyri Fróðskaparsetrið. Landsstýrismaðurin velur fýra uttanhýsis stýrislimir og so tvey eftir tilmæli frá starvsfólkunum á setrinum og eitt eftir tilmæli frá teimum lesandi. Tey afturvaldu uttanhýsis fólkini í stýrinum eru hesi Herálvur Joensen, deildarstjóri á Løgmansskrivstovuni, Jan Mortensen, stjóri í FT Samskifti, Tove Bull, fyrrverandi rektari á universitetinum í Tromsø og Juanna S. Joensen, professari á Stockholm School of Economics. Starvsfólkaumboð eru Gestur Hovgaard, lektari, og Sára Joensen, deildarskrivari, og Birna Gaard umboðar tey lesandi. Stýrið fyri Fróðskaparsetrið er sett fyri eitt 4 ára tíðarskeið. Tó verður umboðið fyri tey lesandi valt á hvørjum ári. Eftir at tey nýggju bý og bygdarráðini tóku við á nýggjárinum, hevur stýrið fyri kommunusamskipanina í dag havt sín fyrsta fund, og á hesum fundi luttók Johan Christiansen, borgarstjóri og Erik Lervik, kommunustjóri fyri Eysturkomkkunu. Eysturkommuna hevur søkt um limaskap í kommunusamskipanini, og á fundinum í dag samtykti stýrið, at Eysturkommuna verður partur av samskipanini frá í dag av. Limaskapurin hjá Eysturkommuni verður staðfestur á aðalfundinum seinast í mars mánaði. Á fundinum var eisini avgjørt, at Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, heldur fram sum formaður fyri Kommunusamskipan Føroya. Næstformaður er Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavík. Í stýrinum fyri KSF siga nú Heðin Mortensen, Tórshavn, Jógvan Skorðheim, Klaksvík, Magnus Rasmussen, Runavík, Sonni í Horni, Fuglafjørður, Kristin Michelsen, Tvøroyri, Dennis Holm, Vágur, Brandur Sandoy, Sandur og Johan Christiansen, Eysturkommuna. Í sokallaða starvsbólkinum hjá kommunusamskipanini sita Ingibjørg Berg fyri Tórshavnar kommunu, Tummas Eliasen, Klaksvík, Dinna Jensen, Runavík, Jákup Frants Larsen, Fuglafjørður, Jónleyg Bech, Tvøroyri, Petry Joensen, Vágur, Marnar Højsted, Sandur og Erik Lervig, Eysturkommuna. Jákup Frants Larsen úr Fuglafirði heldur fram sum formaður fyri starvsbólkin. Men tað eru nokk av málum at taka upp til viðgerðar. Aðalorðaskifti um eldrapolitikk verður eitt tað fyrsta, sum verður á dagsskránni hjá løgtinginum, tá tað kemur saman aftur. Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, fer at geva løgtinginum eina frágreiðing um, hvat landsstýrið ætlar á eldraøkinum, og síðani verður aðalorðaskifti um tað. Stjórnarskipanin Eitt aðalorðaskifti hevur higartil verið í hesari tingsetuni. Tað var um fiskivinnupolitikkin í framtíðini. Bara trý tingmál, sum vórðu løgdu fram fyri jól, hava onga viðgerð havt enn. Eitt teirra er uppskotið hjá Tjóðveldi og Framsókn um stjórnarskipan Føroya. Tað varð lagt fram 7.september. Men fyrsta viðgerð hevur ikki verið enn. Løgtingsformaðurin sigur, at flokkarnir, sum eiga málið, bóðu um at fáa fyrstu viðgerð útsetta, tá hon skuldi vera tíðliga í heyst. Meirilutin í formansskapinum fer at mæla tinginum til at vísa uppskotinum burtur, tí umsitingin hjá løgtinginum sigur, at uppskotið um stjórnarskipan er brot á stýriskipanarlógina. Nýggjársaftan segði løgmaður við Útvarpið, at hann fer sjálvur at koma við einum uppskoti um føroyska stjórnarskipan. Kringvarpsgjaldið Ein tingnevnd hevur fund fyrrapartin í januar. Hósdagin fer Mentanarnevndin at viðgera fýra mál. Teirra millum er uppskotið hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi um kringvarpsgjaldið. Flokkarnir mæla til, at øll rinda 0,58 prosent av skattskyldugu inntøkuni í kringvarpsgjaldi. Teir skjóta eisini upp, at lýsingarinntøkurnar hjá Kringvarpinum verða settar í ein miðlagrunn, haðani allir fjølmiðlar kunnu søkja stuðul. Hóast tað finnast meir enn 20 góðkendir mátar at minka ella taka burtur krabbameinselvandi evnini í tubbakki, so verður møguleikin als ikki nevndur í einum áliti frá ES um nýggja tubbakksreglugerð. Í danska krabbameinsfelagnum er tey sera vónbrotin av útspælinum frá ES. Nevndin kundi hava noytt tubbaks framleiðaranar at brúka onkran av mátunum, sum vit vita kunnu minka um evnini um í tubbakki sum elva til krabbamein. Men hesir møguleikarnir eru als ikki umhugsaðir í álitinum, teir eru ikki so frægt sum nevndir, staðfestir, Per Kim Nielsen, evnafrøðingur hjá danska krabbameinsfelagnum. Trýst frá ídnaðinum Og okkurt bendir á, at tað er tubbaksídnaðurin, sum hevur lagt trýst á ES nevndini í hesum sambandi. Í øllum førum vil Danski ES tinglimurin Christel Schaldemose vera við, at umboð fyri tubbaksídnaðin longu fleiri ferðir hava seg set í samband við seg, sjálvt um hon ikki skal verða við til at viðgera tubbaksálitið fyrr enn í apríl mánað Hetta sigur mær, at tubbaksídnaðurin má hava lagt eitt ovurhonds stórt trýst á ES nevndina, sigur hon við danskar miðlar. Meir enn ein hálv millión borgarar í ES doyggja av royking um árið. Í danmark doyggja 14.000 fólk um árið av royking. Sambært danska krabbameinsfelagnum høvdu munandi færri fólk doyð av royking um okkurt av krabbameinselvandi evnunum í tubbaki var tikið burtur ella minka Formaðurin í Framsókn, Poul Mikkelsen, vil nú vita, hvat hendir í málinum um at yvirtaka føroyska loftrúmi Nú átta mánaðir eru farnir, síðani løgtingið einmælt samtykti at biðja landsstýrið greina og kanna møguleikan fyri at yvirtaka loftrúmið yvir Føroyum og síðani samráðast við ríkisstjórnina um yvirtøkuna, er formaðurin í flokkinum, sum átti uppskotið, farin at ótolnast. Poul Michelsen í Framsókn spyr tí løgmann, Kaj Leo Holm Johannesen, hvat er hent við málinum. Um nakar fundur hevur verið við donsku stjórnina ella við donsk embætisfólk. Poul Michelsen spyr eisini løgmann, hvussu nógv Danmark og Ísland fáa um árið fyri flogførini, sum flúgva yvir Føroyum. 100 milliónir um árið Sambært formanninum í Framsókn kann yvirtøkan hava við sær millum hálvthundrað og hundrað vitanartung arbeiðspláss í Føroyum. Og inntøkan kann gerast 50 til 100 milliónir krónur um árið. Sambært avtalu millum Danmark og Ísland umsitur Ísland loftrúmið yvir Føroyum. Fyri hvørt flogfar, sum flýgur yvir Føroyum, fáa Ísland og Danmark eitt ávíst gjald. Á fíggjarlógini eru 400.000 krónur avsettar til hetta hjálpararbeiðið, men víst verður eisini á, at søkjast skal um stuðulin. Almannaráðið ger vart við, at freistin at søkja er 1. februar. Í fjør fekk felagsskapurin KRIS allar tær 400.000 krónurnar, sum vórðu settar av á fíggjarlógini til hetta endamálið. Náttúran gjørdi um seg fyri 905 miljardir krónur í fjør. Tað upplýsir heimsins størsta endurtryggingarfelag, týska felagið, Munich Re. Av teimum vóru náttúruvanlukkur fyri 370 miljardir krónur. Nógv tær flestu vanlukkurnar vóru í USA, og 90 prosent av rindaðu pengunum fóru til USA. Tað var serliga ódnin, Sandy, sum setti síni djúpu spor seinast í oktober. Skaðarnir eftir sandy kosta einar 140 miljardir krónur. Umframt Sandy, var USA rakt av óvanliga nógvum meldurhvirlum í fjør, og í langa tíð gjørdi turkur um seg í fleiri statum. Færri doyðu Hóast stóru upphæddina í fjør, so var 2012 einki at líkna við 2011, tá náttúran gjørdi skaðar fyri 2.265 miljardir krónur, tapini hjá tryggingunum vóru 670 miljardir krónur. Í fjør doyðu 9.500 fólk í náttúruvanlukkum. Tað var eisini munandi lægri enn í 2011, tá 27.500 fólk klótu lív. Orsøkin til tað var, at óvanliga fáar náttúruvanlukkur hendu í teimum fátækastu londunum, sum altíð hava álvarsligar fylgjur við sær, skrivar Munich Re í tíðindaskrivi. Seinastu tíggju árini eru í meðal 106.000 fólk deyð um árið av náttúruvanlukkum. Í 2010 doyðu 295.000 fólk. Tá var jarðskjálvti í Haiti og Kili, vatnflóð í Pakistan og Kina, og ein hitabylgja í Ruslandi vóru tá orsøk til at nógv fólk doyðu. Uppreisturin í Sýria hevur higartil kravt yvir 60.000 mannalív, og tað er tvær ferðir so nógv sum sonevnda Arabiska Várið hevur kravt av mannalívum í hinum londunum. Kreppan í Sýria byrjaði 15. mars í 2011, tá fólk fóru at mótmæla, eins og gjørt var í fleiri øðrum arabiskum londum. Mótmælisfólkini kravdu at Assad, forseti legði frá sær. Mótmælini hildu á, og 15. juli í fjør, boðaði Reyði Krossur frá, at talan var um borgarakríggj í landinum. Herurin verjir forsetan Mótmælir hava verið í 19 øðrum londum, og har er staðfest, at 33.000 fólk lótu lív. Orsøkin til hørðu bardagarnar í Sýria er, at herurin í landinum hevur stóran áhuga í, at forsetin verðuir sitandi. Leiðslan er sett saman av fleiri minnilutabólkum, og bert saman kunnu teir varðveita valdið í landinum. Tað verður mett sum óhugsandi, at herurin kann halda fram í verandi líki, um stjórnin leggur frá sær, og tí mugu partarnir halda saman. Nógvir ymsir fólkabólkar eru í Sýrialandi, og eingin dugir tí at ímynda sær, hvat hendir, um Assad, forseti leggur frá sær. Tí er lítið sum bendir á, at friður fæst í Sýria í bræði, siga eygleiðarar. Danska stjórnin hevur gjørt eitt lógaruppskot um fíggjarligar ráðgevar. Sum skilst ætlar landsstýrið, at lógin eisini skal vera galdandi í Føroyum. Í lógaruppskotinum eru nógvar treytir settar teimum, sum selja fíggjarliga ráðgeving. Millum annað skulu tey vera reiðilig og óheft av teimum, sum tey ráðgeva um. Eisini skal fíggjareftirlitið góðkenna øll, sum bjóða seg fram at selja óhefta fíggjarliga ráðgeving. Sum er kunnu øll, uttan peningastovnar og aðrar fíggjarfyritøkur, uttan nakað loyvi bjóða seg fram at veita og selja fíggjarliga ráðgeving. Tað er fyri at tippa hetta holið í lóggávuni, at danski vinnu og vakstrarráðharrin gjørdi nýggju lógina, sum skal samtykkjast bæði í fólkatinginum og í løgtinginum, um hon eisini skal galda í Føroyum. Í sambandi við, at Fíggjareftirlitið fyri fyrstu ferð var á regluligari eftirlitsvitjan í nýggja Eik Banka um mánaðaskiftið august september í fjør, upplýsir Eik Banki, at Fíggjareftirlitið fór gjøgnum næstan helvtina av útlánum bankans, sum eru 5,7 milliardir krónur. Uppi í teimum lánum, sum vórðu yvirtikin frá gamla Eik Banka, vóru nógv vánalig lán. Teimum hevur bankin áður lagt upp fyri í niðurskrivingunum. Eik Banki niðurskrivaði 571 miliónir krónur upp á útlán tann 30.juni í fjør. Noyddust at niðurskriva meir Í sambandi við gjøgnumgongdina hjá Fíggjareftirlitinum varð tó staðfest, at neyðugt varð at niðurskriva 3,4 milliónir krónur afturat. Nýggi Eik Banki yvirtók eisini skrivstovubygningar bankans. Fíggjareftirlitið vildi hava eina niðurskriving upp á 7,4 miliónum krónum í einum skrivstovubygningi. Fíggjareftirlitið bað eisini Eik Banka gera nakrar tillagingar eftir nýggju kunngerðini um leiðslu av peningastovnum. Kunngerðin kom í gildi í Føroyum 1.mai í fjør. Størsti einstaka vinnugrein, sum hevur lán í Eik Banka, eru ídnaður og ráevni, sum eiga tíggju prosent av útlánunum. Fiskivinnan eigur átta prosent. Tað sigur Casper Rose, professari á Handilsháskúlanum í Keypmannahavn. Ein røð av felags eyðkennum ganga aftur í teimum ymsu bankamálunum, so hetta málið móti EBH Bank fer í stóran mun at gerast eitt fyridømi fyri málið, vit fara at síggja í framtíðni sigur hann við danskar miðlar. Í EBH málinum eru fimm fólk ákærd fyri kursspekulatión í sambandi við at bankin fór av knóranum í 2008. Millum annað eru tveir stjórar ákærdir fyri at keypa partabrøvini hjá hvørjum øðrum og á tann hátt halda kursinum uppi Ein tunna er knappliga 159 litrar, so føroyska oljufelagið seldi 147,5 milliónir litrar av olju úr teimum trimum keldunum Chestnut, Ettrick og Blackbird í 2012. Felagið seldi fyri væl oman fyri hálva milliard krónur í fjør. Í januar 2012 lá Bakkafrost partabrævið á góðum 35 krónum, men síðani hevur virðið økt javnt. Ein lítil túrur niður móti 35 krónum var aftur í apríl og í mai var virðið um 36 37 krónur. Men síðani partabrævið í juni fór uppum 40 krónur, so er virðið bara økt. Tað sær ikki út til at broytingarnar í føroysku alilógini, har útlendingar verða avmarkaðir í hvussu nógv teir kunnu eiga í føroysku alifeløgunum, hevur havt nakra neiliga ávirkan. Heldur tvørturímóti. Seinast í oktober var partabrævið farið uppum 45 krónur, og síðani tók tað ik á seg av álvara. Tá Oslo Børs stongdi ígjár var virðið komið uppá krónur 60,75. Einstakir partabrævahandlar eru farnir fyri 64 norskar krónur pr bakkafrost partabræv seinastu vikuna. Ein oljuprísur sum er omanfyri 100 dollarar fyri fatið eru góð tíðindir fyri oljufeløgini og tey sum framleiða útgerð til oljuvinnuna. Hetta sæst eisini aftur á virðisbrævamarknaðinum í Oslo, har millum annað Aker Solutions og Kværner øktu umleið 70 prosent í virði á Oslo Børs. Í 2013 eru tað laksafyritøkurnar sum greinararnir seta sítt álit á, og sum teir rokna við fara at gerast vinnararnir á oslo Børs. Vit hava sæð hvar vøksturin kemur frá 2012 til 2013, og á tí listanum liggja laksafyritøkurnar í toppinum. Vit rokna við at laksaprísurin kemur at liggja á eini 32 33 krónum kilo, samanborið við 25 26 krónur í 2012, sigur Erik Roland við iMarkedet Xpress. Roland er partabrævaætlanarsnillingurin hjá Nordea Markets. Kiloprísurin hevur sera nógv at siga fyri inntøkumøguleikarnar í alivinnuni, sigur Roland. Hann sigur at hjá Nordea Markets eru tað tvær fyritøkur sum tey hava serliga gott eyga til í 2013. Vit halda at fleiri av alifyritøkunum hava møguleikar at økja partabrævavirði, og her eru vitr serliga spent uppá gongdina í Bakkafrost. Í oljuvinnuni halda vit at Kværner kemur at gera tað gott tað komandi árið, sigur Roland. Størsti vøksturin var í Hovs kommunu. Skattainntøkurnar vuksu við 18,32 prosent í mun til árið fyri. Í Fámjin vuksu skattainntøkurnar við 12,8 prosentum. Á Tvøroyri vaks inntøkan seks prosent, og í Vági var talan um ein lítlan vøkstur á 2,8 prosent. Minsti vøksturin var í Porkeri. Har vuksu skattainntøkurnar 2,6 prosent. Vøkstur í øllum kommunum Uppgerðin hjá TAKS vísir, at samanlagt er talan um ein vøkstur fyri allar kommunurnar í landinum. Kommunurnar fingu í alt 32,7 milliónir krónur fleiriinn í skatti í fjør enn í 2011. Skattainntøkurnar vuksu samanlagt við 33 millónum 1,43 milliardir krónur. Vøksturin svarar til 2,33 prosent. Landskassin fekk færri krónur Meðan kommunurnar fingu fleiri skatttakrónur í kassan, fekk landskassin 271 milliónur krónur færri í skattainntøkum í fjør í mun til árið fyri. Samalagt vóru skattainntøkurnar hjá landinum 1,23 milliardir krónur. Inntøkurnar frá eftirlønarskatti vóru 213 milliónir krónur, og kirkjuskatturin vaiks 1,5 milliónir frá 20011 til 2012. Portalurin skrivar, at á Landssjúkrahúsinum vórðu fødd 596 børn, 25 á Suðuroyar Sjúkrahúsi og eitt á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Klaksvíkar Sjúkrahús hevur ikki føðistovu longur, men har varð í fjør kortini føtt eitt barn, tí mamman náddi ikki suður á Landssjúkrahúsið at eiga. Færri og færri børn verða fødd í Suðuroynni nú, tí fleiri mammur velja at fara norður um fjørðin at eiga. Tó so ganga tríggjar kvinnur og bíða nú á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Hetta hendi aftaná at eftirlitið vitjaði Eik í august og september í fjør. 7,4 milliónir stava frá einum bygningi, sum varð niðurskrivaður 30.september. Fíggjareftirlitið kannaði váðan hjá Eik Banka, og tá serliga tey lán, sum hava størsta váðan. 64 tey størstu lánini vórðu kannað, hetta eru lán, sum eru størri enn 15 milliónir krónur. Harafturat vóru stakroyndir gjørdar av 140 lánum, sum eru millum 1 og 10,6 milliónir krónur. Eik Banki metti sjálvur, at solvenskravið var 12,1 prosent síðst í juni í fjør. Fíggjareftirlitið helt onga orsøk vera at krevja størri solvens enn tað. Solvensurin var annars 22,5 prosent tann 30.juni í fjør. Í november í fjør spardi Sørvágs skúli 36000 krónur í mun til november í 2011. Sambært Sørvágs kommunu er hetta ein greið ábending um, at sjóvarhiti og røtt bjálving hava virkað eftir ætlan. Sostatt væntar kommunan, at skúlin fer at spara á leið 300.000 krónur um árið í orkunýtslu, sum umboð fyri Jarðfeingi spáddi, tá skúlin varð syndur fram í heyst. Tað var í 2011 at Sørvágs kommuna fór undir at umvæla skúlan. Í hesum sambandi varð samtykt, at hita skúlan við eini sjóvarhitaskipan heldur enn við oljufýringum. Á árligu umhvørvisstevnuni í fjør vann Sørvágs skúli fyrstu virðisløn sum Ársins grøni stovnur . Sjóvarhitin og bjálvingarátøk vóru høvuðsorsøkin til, at virðislønin var latin skúlanum Vánaliga ferðasambandið ger tað torført hjá tingfólki í Suðuroynni at fara á hvønn tingfund, sigur Kristin Michelsen. Men tað heldur Sirið Stenberg ikki. Hon var á øllum 42 tingfundum uttan einum. Kristin Michelsen ætlar framvegis at vera bæði løgtingsmaður og borgarstjóri á Tvøroyri. Gevst ikki í tinginum Jógvan Skorheim, sum tók við sum borgarstjóri í Klaksvík í gjár, hevur sagt løgtingsessin frá sær fyri at vera borgarstjóri burturav. Men Kristin Michelsen klárar bæði størvini í senn, hóast bæði eru fulltíðarstørv. Okkurt er tó, sum bendir á, at tað er ov nógv hjá einum manni at vera bæði løgtingsmaður og borgarstjóri í einum av stóru kommununum. Tí sambært einari samanteljing, sum Portalurin gjørdi beint fyri nýggjár, hevur eingin í løgtinginum verið burturstaddur so ofta, og verri enn so tað, sum Kristin Michelsen. Møtti ikki á 14 fundum Sambært Portalinum var Kristin Michelsen ikki á 16 av teimum 42 tingfundunum, sum higartil hava verið í hesari tingsetuni. Sjálvur sigur Kristin Michelsen við Útvarpið, at rætta talið er 14. Kristin Michelsen, sum ikki vil gera samrøðu um hetta á band, sigur, at ferðasambandið hjá Suðuroynni er so vánaligt, at illa ber til at vera á hvørjum tingfundi. Men hann sigur eisini, at í framtíðini fer hann at fáa tiltaksfólk fyri seg, tá hann ikki fær verið við sjálvur, entin í tinginum ella býráðnum. Tí tað skal ikki henda nú eftir nýggjár, at hann missir so nógvar tingfundir, sigur Kristin Michelsen. Stenberg ósamd Vánaligt ferðasamband ella ikki. Sirið Stenberg, sum býr í Vági, var á øllum 42 tingfundum uttan einum. Hóast ferðasambandið kundi verið betri, so ber til at búgva í Suðuroynni og vera á hvørjum tingfundi, sigur Sirið Stenberg Henrik Old er triði løgtingslimurin í Suðuroynni. Hann býr í Vági. Eisini hann var á øllum 42 tingfundum uttan einum, sambært yvirlitinum hjá Portalinum. Enn hevur ikki verið stórvegis av svartkjafti at sæð, sigur skiparin á Fagrabergi , Høgni Hansen. Fiskimálaráðið hevur givið tíggju skipum fyribils loyvi at fiska svartkjaft í føroyskum sjógvi í 2013. Tey hava fingið loyvi at fiska 60.000 tons. Føroyar eiga 155.000 tons av svartkjafti í ár. Russland sleppur at fiska 75.000 tons av svartkjafti í býti fyri føroysk rættindi í russiskum sjógvi. Umleið 20.000 tons av svartkjaftakvotuni er ikki býtt millum skipini. Tað kemur av, at Fiskimálaráðið ikki endaliga hevur gjørt upp, hvussu nógv varð fiskað í fjør. Tá tann uppgerðin er liðug, verður restin av svartkjaftinum latin skipunum, upplýsir Andras Kristiansen, stjóri á Fiskivinnustovuni. Tað er vanligt, at skipini royna eftir svartkjafti sunnarlaga í føroyskum sjógvi í januar, tí tá fer svartkjafturin suðureftir at gýta. Tí er tað óheppið, um ikki nakað av svartkjafti fæst nú, sigur Høgni Hansen, skipari á Fagrabergi. Hann leggur afturat at hóast byrjanin ikki er so góð, so hevur hann ikki mist vónina um at fiska svartkjaftakvotuna. Fleiri ósemjur Strandarlondini eru samd um, hvussu nógv skal fiskast av svartkjafti í ár, og tey eru eisini samd um, hvussu svartkjafturin skal býtast. Men semja er ikki um, hvussu svartkjafturin skal fiskast. Føroyar hava boðað Noreg frá, at norsk skip sleppa ikki at fiska svartkjaft í føroyskum sjógvi, tí føroysk skip sleppa ikki í norskan sjógv at fiska makrel. ES ætlar eisini at avmarka norsku atgongdina til at fiska svartkjaft í ES sjógvi, og av tí sama ætlæar Noreg at avmarka atgongdina hjá skipum úr ES at fiska sild í norskum sjógvi. Noreg og ES fara aftur at tosa saman hálvan januar. Untitled 3 Nýggjársaftan fór ein boriplattformur á land beint við Kodiak Island í Alaska. Tað skrivar alaskadispatch.com. Boriplattformurin Kulluk, ið Shell eigur, hevur rikist fyri vá og vind síðani hann sleyt hósdagin í sera ringum verðri. Bjargingarskip hava roynt at toga Kulluk, men mánakvøldið brast endin aftur, og plattformurin fór á land. Í Alaska óttast man nú eina umhvørvisvanlukku, men umboðskvinna fyri Shell, Susan Childs, sigur at Kulluk er væl bygdur og tolir nógv. Umborð á Kulluk eru 567.000 litrar av dieselolju og 45.000 litrar av smyrjiolju. Í løtuni samráðast eigaranir av norska nótabátinum St aring lringen við møguligar keyparar. Um avtalan verður undirskrivað, so er hetta sambært FiskeribladetFiskaren, mest virðismikla sølan av nøkrum fiskiskipi í Noregi. Orsøkin til høga prísin eru kvoturnar, sum skipið eigur. Skipið kann fiska seks sløg av uppsjóvarfiski, millum annað makrel, sild og svartkjaft. Reiðaríðið, Dønna Havfiske, er áhuga í at selja, um prísurin er nøktandi. Dønna Havfiske keypti St aring lringen á sumri 2011 frá Møgster Havfiske í Austervoll fyri einar 460 milliónir norskar krónur. Skipið er bygt í 2000. St aring lringen er 61,75 metrar langur. Avgerðin er greitt tekin um, at Grønland leggur lítið í samtyktina hjá Altjóða hvalaveiðinevndini, IWC, um ikki at loyva Grønlandi at hækka kvotuna í ár. Á ársfundinum hjá Hvalaveiðinevndini í fjør var meiriluti móti, at Grønland sleppur at drepa fleiri hvalir í ár enn í fjør. Men tað forðaði ikki Grønlandi í at hækka kvotuna úr 211 upp í 221 hvalir. Øll ES londini uttan Danmark eru í móti kvotuhækkingini, tí sambært teimum er grønlendska hvalaveiðan vorðin vinnulig. Tvøstið verður selt í handlunum, og ferðafólk kunnu bíleggja sær ein hvalabúff á matstovunum í Grønlandi. Danmark er limur í Altjóða hvalaveiðunevndini, IWC, tí grønlendingar og føroyingar drepa hval. Hóast eingin semja er millum strandarlondini um svartkjaftin í 2013, hevur Fiskimálaráðið givið tíggju skipum fyribils loyvi at fiska svartkjaft í føroyskum sjógvi í 2013. Útlutað eru 60.000 tons. Næraberg hevur fingið mest, 13.800 tons, og Norðborg og Fagraberg eiga 13.000 tons í part. Slættaberg og Chr. í Grótinum hava fingið tvey tons í part, sum bara er ein súmbolsk kvota so skipini kunnu fáa og hava fiskiloyvi. Tróndur í Gøtu, Jupiter og Finnur Fríði eiga 6.480 tons hvør, Atlantsfarið 780 og Saksaberg 60 tons. Russland sleppur at fiska 75.000 tons av svartkjafti í føroyskum sjógvi í ár. Strandarlondini royndu til fánýtis nakað fyri jól at semjast um svartkjaft og sild. Føroyar boðaðu frá í 2010, at Føroyar góðtaka ikki býtislutfallið fyri makrelin. Og nú hava Føroyar sagt tað sama um sildina. Føroyski parturin er ov lítil, sigur landsstýrið. Men ósemja millum ES og Norra um at sleppa at fiska sild og svartkjaft hvør hjá øðrum var høvuðsorsøkin til, at eingin svartkjaftasemja varð gjørd fyri 2013, sigur Fiskimálaráðið. Forsætisráðharrin tosaði fyrst og fremst um búskaparkreppuna, og segði, at Danmark fer at vinna á kreppuni eisini hesaferð. Eygleiðarar í Danmark vísa á, at bæði forsætisráðharrin og drotningin løgdu dent á, at Danmark er í ES, og har verður Danmark. Eingin ivi skal vera um, nú Bretland er farið at ivast í limaskapinum í ES, at í Danmark er eingin ivi hjá ríkisstjórnini, Danmark er og verður eitt ES land. Margreta drotning hevði sum vant eina heilsan til Grønland og Føroyar í sínari nýggjársrøðu og fagnaði ríkisfelagsskapinum. Drotningin nevndi eisini stóru avbjóðingarnar í grønlendsku ráevnisvinnuni. 2012 gjørdist á søguligt fyri norsku ferðslutrygdina. Nógv er gjørt fyri at gera vegirnar tryggari, samstundis sum fólk fáa nógvar áminningar um at koyra trygt, og at koyra eftir umstøðunum. Sambært yvirlitinum hjá Statens vegvesen, so doyði ongin av ferðsluvanlukkum í 2012 í Finnmark, ið er norðasta fylki í Noregi. Hetta er fyrstu ferð síðani norðmenn fóru at skráseta ferðsluvanlukkur í 1939 at ongin er deyður í ferðsluni í einum fylki. Stjórin fyri vegaverkinum í Norður Noregi, Torbjørn Naimak, sigur í samrøðu við NRK at tølini kunnu svinga nógv, og at man skal vera greiður yvir tað, men at hann samstundis er nøgdur við at ferðslan ikki kravdi lív í 2012. Tryggari vegir Orsøkin til at færri eru deyð í ferðsluni eru tey mongu ferðsluátøkini sum eru framd á norskum vegum seinnu árini, sigur stjórin í Statens vegvesen, Terje Moe Gustavsen. At byggja tryggari vegir miðverjir sum forða samanstoytum fleiri autoverjur at tað er lættari at síggja hvat sum hendir á vegnum og viðsíðuna av vegnum betri vegamerking og lægri ferð eru átøk sum hava virka og sum vit fara at gera meir við komandi árini, sigur Gustavsen í samrøðu við NRK. Tað eru ikki bara tølini fyri Finnmark sum eru søgulig. Tað doyðu 154 fólk í norsku ferðsluni í 2012, tað eru 14 færri enn í 2011. Miðaltalið síðani ár 2000 hevur verið at 250 fólk doyggja í ferðsluni. 154 deyð í norsku ferðsluni er tað lægsta talið síðani 1950. Ert tú ein av teimum, sum seinastu dagarnar hevur keypt fýrverk til børnini í sonevndum barnapakkum, har stjørnukastarar eru í, so átti tú helst at hugt eftir, hvat slag stjørnukastarnir eru, áðrenn tú letur børnunum teir. Løgreglan sigur, at tað er staðfest, at feilur er í stjørnukastarum av slagnum Stjernehyl á myndini . Stjørnukastarin brestur, og ein eldkúla flýgur úr stjørnukastaranum. Vandi kann tí standast av hesum. Stjørnukastararnir eru seldir í fleiri handlum kring landið. Tískil eru ráðini frá løgregluni at annaðhvørt beina stjørnukastarar av hesum slagnum burtur ella at lata teir inn aftur til handilin, har teir vórðu keyptir. Lærarar rekast sum tongul í brimi, tí tað koma so nógv krøv uttanífrá um, hvat skúlin eigur at taka sær av, og ofta verður tosað sum um, at skúlin einsamallur kann loysa øll vandamál. Tað sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag, við heimasíðuna hjá Lærarafelagnum. Hvør einstakur lærari má taka støðu til, um hann letur seg ávirka av krøvum og ynskjum uttanífrá, og hvørjum hann tekur við. Summi krøv eru ikki viðkomandi hjá skúlanum at taka sær av, og ikki so sjáldan er meiri upplagt, at onnur enn skúlin taka sær av tí, sigur Herálvur Jacobsen. Starvið ikki nóg væl lýst Formaðurin í Lærarafelagnum sigur, at sama rák er uttanlands, og ein orsøk er, at lærarastarvið er ikki nóg væl lýst definerað. Mestsum hvørja ferð eitthvørt nýtt rák er, verður sagt, at hetta er ein uppgáva hjá fólkaskúlanum at taka sær av. Ein lækni kann í nógv størri mun svara fyri seg og siga, hvat er viðkomandi at taka sær av, og hvat liggur uttan fyri hansara yrki. Um tað ikki er lýst beinleiðis í lóg ella kunngerð, so er tað ikki líka greitt hjá læraranum at taka ynski til sín, ella vísa teimum frá sær, sigur Herálvur Jacobsen við heimasíðuna hjá Lærarafelagnum. TAKS broytir nú mannagongdina í sambandi við ferðastuðulin. Letur tú umsóknina inn fyri 11. januar næsta ár, hevur tú peningin á kontu 11. februar. Skipanin hevur verið soleiðis, at nógvar umsóknir eru komnar í januar og juli, og so hevur verið arbeitt undan. Tí hevur verið eitt sindur ójavnt, nær borgarin hevur fingið ferðastuðulin útgoldnan. Størri arbeiðsorka Nú verður nógv størri arbeiðsorka sett av til at avgreiða umsóknirnar, og samstundis verður ávísur dagur ásettur, tá stuðulin verður goldin út. Afturfyri heita vit borgaran um at lata umsóknina inn fyri 11. januar, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS. Ferðastuðul verður veittur fyri ferðing, bæði á landi og sjóvegis, millum bústað og arbeiðsstað í Føroyum. Ferðastuðul veittur í mesta lagi fyri 220 dagar um árið fyri hvønn arbeiðsgevara. Atlantsflog fer næstu tríggjar mánaðirnar at flúgva fyri kilska flogfelagið, DAP. Eitt av Avro RJ 85 flogførunum fór í morgun úr Vágum við kós móti kilska høvuðsstaðnum Santiago, har Atlantsflog eisini skal skipa eina viðlíkahaldsstøð. Í Kili skal føroyska felagið flúgva úr Santiago og norður til flogvøllir sum Iquique, Antifagasta og San Salvador fyri DAP. Flúgvingin fyri kilska felagið er ætlað at vara í tríggjar mánaðir, tá kilska felagið sjálvt skal taka yvir flúgvingina. Atlantsflog ætlar eisini at lata DAP eitt Avro RJ flogfar afturat í heyst. Í staðin fer felagið at seta eitt Airbus 319 flogfar afturat í rutu, og tað verðiur væntandi í juni. Hava samstarvað fyrr Kilska felagið DAP og Atlantic Airways hava fyrr starvað saman, tá eitt av BAe 146 flogførunum var latið kilenska felagnum fyri trimum árum síðani. DAP hevur í fleiri ár flogið úr suðurkilska býnum Punta Arenas til Antarktis við frítíðarfólki. Flúgvingin úr Santiago gongur norðureftir, og haðani skulu serliga námsarbeiðarar flytast til Santiago. Flogfarið hjá Atlantsflogi kemur væntandi til Santiago sunnukvøldið 30. desember. Á leiðini steðgar tað í Íslandi, Grønlandi, Canada, Bahamas, Panama og Lima í Peru. Flestu skipini liggja millum jóla og nýggjárs, og tíðin verður vanliga brúkt til aðalfundarvirksemi hjá manningafeløgunum. Tvey feløg hava aðalfund í dag. Føroya Fiskimannafelag heldur sín landsfund í hølunum hjá Føroya Arbeiðarafelag í Tjarnadeild í Havn. Formansskeiðið hjá Jan Højgaard í Fiskimannafelagnum er um at renna út, men formansvalið er ikki á skrá á landsfundinum. Formaðurin í Føroya Fiskimannafelag verður valdur við beinleiðis millum limirnar, og úrslitið av atkvøðugreiðsluni verður ikki greitt fyrr enn seint í januar mánaði. Tríggir limir stilla upp til formansvalið. Formaðurin í Fiskimannafelagnum verður valdur fyri eitt trý ára skeið. Eisini Skipara og Navigatørfelagið heldur aðalfund í dag. Tann fundurin verður hildin á Hotel Føroyum. Amerikanski generalurin, Norman Schwarzkopf, er deyður, 78 ára gamal. Schwarzkopf gjørdist heimskendur, tá hann undir fyrra Flógvakrígnum í 1991 stóð á odda fyri amerikanska herinum, sum gjørdi innrás í Irak, fyri at noyða Irak og Saddam Hussein at taka seg aftur úr Kuwait. Desert Storm Irak hevði á sumri í1990 hersett Kuwait. Hetta fekk ST at góðtaka, at atsóknin Desert Storm, undir leiðslu av USA, varð sett í gongd 17. januar 1991. 34 lond vóru við í Flógvakrígnum, og millum hesi vóru bæði Danmark og Noreg. Tey 34 londini, sum saman gjørdu innrásina í Kuwait, mistu 492 hermenn. Fleiri enn 20.000 irakar doyðu. Norman Schwarzkopf doyði í heimbýnum Tampa í Florida. Landsverk mælir landsstýri og løgtingi til at hyggja at møguleikanum at fíggja íløgur og viðlíkahald við bummgjøldum. Tað stendur í nýggjari samferðsluætlan, sum er komin út í dag. Landsverk megnar ikki at halda vegakervið í nóg góðum standi við teirri játtan, sum stendur á fíggjarlógini. Soleiðis hevur støðan verið í fleiri ár, og skulu allir vegir, brýr og tunlar dagførast, krevur tað, at 380 milliónir krónur verða játtaðar. Fyri at bøta um støðuna eru seinastu trý árini játtaðar slakar 30 milliónir krónur meira til viðlíkahald, men tað munar alt ov lítið. Aðrir fíggingarmøguleikar Tí mælir Landsverk til, at aðrir fíggingarmøguleikar verða viðgjørdir politiskt, og nevnir bummgjald sum ein møguleika har ferðslugrundarlag er undir tí. Tá kann fíggjarliga orkan hjá tí almenna í størri mun verða nýtt til onnur endamál, har bummgjald ikki einsamalt er nóg mikið til at rinda íløgur og rakstur, sigur Landsverk. Aðrir inntøkumøguleikar verða eisini nevndir, til dømis at brúka vegskattin ella inntøkurnar av bensin og oljuavgjaldi til íløgur og at halda vegakervið viðlíka. Landsverk vísir á, at tey gjøld, ið verða løgd á akfør og brennievni, eru munandi hægri enn tað, ið verður nýtt til at útbyggja og reka vegakervið fyri. Men sum er fara hesi gjøld í landskassan. Samferðsluætlanin hjá Landsverki viðger tíðarskeiðið til 2024. Barack Obama, forseti, fer aftur í dag at gera eina roynd at bjarga amerikanska búskapinum. Forsetin hevur brotið jólafrítíðina av, tí hann skal hitta leiðarar í republikanska flokkinum. Í síðstu viku gav Umboðsmannatingið skarvin yvir, og málið er nú í Senatinum. Washington Post skrivar, at einki samband hevur verið millum leiðararnar í demokratiska flokkinum og republikanska flokkinum, síðani teir fóru í jólafrí. Skattahækking og skerjing Eydnast ikki at finna eina semja FYRI nýggjár, verða bæði ógvusligar skattahækkingar og skerjingar settar í verk samstundis. Og tað fer at hótta framgongdina, sum er í amerikanska búskapinum. Ein meiningakanning vísir, at nærum helvtin av teimum spurdu ivast, um tað fer at eydnast at finna ein semju um búskapin FYRI nýggjár. Amerikanarar, sum eiga Toyota bilar, fáa nú tilsamans seks millardir krónur í endurgjaldi frá japansku bilverksmiðjuni. Hetta er størsta semja, sum ein bilverksmiðja nakrantíð hevur gjørt. Amerikansku bileigararnir stevndu Toyota. Eftir teirra tykki minkaði bilurin í virði, tí hann í heilum varð boðsendur á verkstað til umvælingar. Orsøkin var eitt brek, sum hevði við sær, at motorurin av sær sjálvum setti ferðina á bilinum upp. Síðani brekið varð staðfest, hava fleiri enn 22 milliónir Toyota bilar í øllum heiminum verið á verkstaði. Flóðaldan í fjør rakti eisini Toyota meint, men kortini gongur sølan væl. Í ár eru seld 22 prosent fleiri Toyota bilar enn í fjør. Samstundis sum veljararnir venda donsku stjórnini bakið, fegnast búskaparfrøðingar um búskaparligu nýskipanirnar hjá Helle Thorning Schmidt, forsætisráðharra. Og alt bendir á, at forsætisráðharrin í nýggjársrøðu síni fer at boða frá enn fleiri nýskipanum. Ritzau tíðindastovan hevur biðið 36 búskaparfrøðingar um at samanbera búskaparliga politikkin hjá stjórnini við politikkin hjá borgarligu stjórnini, tá Lars Løkke Rasmussen var forsætisráðharri. Helle ábyrgdarfull Níggju av tíggju búskaparfrøðingum siga, at stjórnin hjá Helle Thorning Schmidt rekur eins ábyrgdarfullan búskaparpolitikk og stjórnin hjá Lars Løkke Rasmussen gjørdi. Bert ein búskaparfrøðingur sigur, at búskaparpolitikkurin hjá borgarligu stjórnini hevur munin. Búskaparfrøðingarnir vísa millum annað á, at borgarliga stjórnin táttaði ov lítið í, og tað hevði við sær, at ov nógv ferð kom á búskapin. Fleiri og fleiri vinnukundar hjá TAKS eru farnir at nýta Vinnugluggan, har kundin sjálvur avgreiðir síni viðurskifti við TAKS. Síðani 1. oktober hava 220 vinnukundar afturat sent umsókn um at nýta Vinnugluggan. Og tað er ein fyrimunur. Tí eftir 1. januar skulu vinnukundar, sum ikki nýta hentleikarnar í Vinnuglugganum, rinda ómaksgjald. Samstundis verður ókeypis hjá kundum, sum brúka Vinnugluggan, at avgreiða toll og meirvirðisgjald. Hetta er framtíðin Eyðun Mørkøre, stjóri í TAKS, sigur, at tað er framtíðin at avgreiða síni viðurskifti á netinum. Færri mistøk verða gjørd, og tað krevur eisini minni fyrisiting, um Vinnugluggin verður nýttur. Hóast vit kunnu staðfesta eina framgongd, er okkara greiða mál at fáa enn fleiri vinnukundar at avgreiða síni viðurskifti á netinum, sigur Eyðun Mørkøre. Lafayette, ella annað skip hjá fyritøkuni Pacific Andes, kemur aftur í føroyskan sjógv í 2013. Tað sigur Pacific Andes, sum eigur Lafayette, í tíðindaskrivi. Hóast 2012 ikki gav fyritøkuni tað, hon hevði vónað í føroyskum sjógvi, so verður arbeitt við at fáa avtalur, sum tryggja neyðugu rávøruna, so tað loysir seg at hava skip á okkara leiðum. Virksemið veksur Fyritøkan, ið er skrásett á virðisbrævamarknaðinum í Hong Kong, læt jólaaftan frá sær roknskap fyri farna fíggjarár, ið endaði 28. september. Virksemið veksur í Pacific Andes, og ætlanin er at gera fleiri íløgur og at víðka virksemið í kjarnupartinum tað er innan fiskivinnu og góðsking. Fiskivinnu og góðskingardeildin hevði sløk 12 prosent lægri inntøkur í ár enn í fjøri. Deildin umboðari 32,3 prosent av øllum umsetninginum hjá samtakinum. Í tíðindaskrivinum verður sagt, at henda deildin heldur óvæntað fekk ikki tað burtur úr flotanum, sum tey høvdu vónað. Onnur orsøkin er, at fiskiskapuri gekk ikki eftir vild í Suðuríshavinum, og hin orsøkin er, at samstarvsfelagarnir í Norðuratlantshavi, tað eru í Føroyum og Grønlandi, ikki megnaðu at fáa fatur á rávøruni, ið var neyðug. Stórt virksemi Pacific Andes hevur virksemi um stóran part av heiminum, men er serliga virkið í Kyrrahavinum og Suðuríshavinum. Norðuratlantshav er eitt nýtt øki hjá teimum, men fyritøkan hevur arbeitt við at fáa atgongd til okkara havleiðir í nøkur ár. ætlanin var at skráseta ein part av fyritøkuni á virðisbrævamarknaðinum í Oslo í 2010. Tað miseydnaðist, eftir øllum at døma av tí, at keypsskálin í Oslo hevði ov strangar reglur. Seinni kom so samstarvsavtalan, sum tryggjaði, at Lafayette kundi virka í føroyskum sjógvi í fjør. Vladimir Putin, forseti, hevur boðað frá, at hann fer at skriva undir lógina, sum setur bann fyri russiskum felagsskapum, ið fáa fíggjarligan stuðul úr USA. Sambært lógini ber eisini til at leggja halda á amerikanskar ognir í Russlandi. Nýggja russiska lógin er hevnd fyri eina amerikanska lóg, sum Barack Obama, forseti, setti í gildi fyrr í hesum mánaðinum. Henda lógin setur russum, sum bróta mannarættindi, forboð fyri at koma til USA, eins og hald kann verða lagt á russiskar ognir í USA. Hóast Putin hevur sagt, at hann er fúsur at skriva undir lógina, hevur Sergej Lavrov, uttanríkisráðharri, ávarað um, at lógin kann stríða ímóti altjóða avtalum. Sergej Magnitskij, sum amerikanska lógin verður nevnd eftir, var ein russiskur advokatur, sum avdúkaði mutur í russisku leiðsluni. Hann varð handtikin og sat varðhaldsfongslaður í nærum eitt ár. Stutt áðrenn Magnitskij skuldi latast leysur í 2009, doyði hann undir gátuførum umstøðum í fongslinum. Mannarættindafelagsskapir halda, at hann varð píndur til deyða Eykaaðalfundur verður í Framsókn 30. desember. Tað boðar Poul Michelsen, floksformaður, frá á heimasíðuni hjá flokkinum. Á skránni er formansfrágreiðing og val av nevndarlimi í staðin fyri Janus Rein, sum í oktober boðaði frá, at hann tók seg úr flokkinum, tí samstarvið millum Poul Michelsen og Janus Rein, sambært Janusi Rein sjálvum, ikki var nøktandi. Í nevndini sita umframt Janus Rein, Poul Michelsen, floksformaður, og Hanna Jensen, næstforkvinna. Tiltakslimir eru Finn Jensen, Óluva Waagstein og Jákup Sverri Kass. Forsetin í Venesuela, Hugo Chavez, sum er illa sjúkur av krabbameini, hevur latið ábyrgdina av fleiri málsøkjum til varaforsetan, Nicolas Maduro, skrivar AFP. Chavez tilnevndi fyrr í mánaðinum Maduro sum sín eftirmann. Dagin eftir fór hann aftur til Kuba at fáa viðgerð fyri krabbamein. Fjórða skurðviðgerðin Hugo Chavez varð fyri 14 døgum síðani fyri fjórðu ferð lagdur undir skurð, og hann liggur framvegis á sjúkahúsi í Kuba. Forsetin hevur ikki latið frætta frá sær, men ráðharrar siga, at hann er batnaður. Chavez, sum hevur verið forseti síðani 1999, varð í oktober valdur aftur fyri eitt seks ára skeið, og hann skal eftir ætlan takast í eið 10. januar. Andstøðan í suðuramerikanska oljulandinum sigur, at verður Chavez ikki hjástaddur, tá hann skal takast í eið, eigur nýval at verða. Men varaforsetin, Maduro, sigur, at tað er ikki neyðugt, at Chavez er staddur í landinum, tá nýggja forsetaskeiðið byrjar. Fríggjadagin 21. desember setti nýtslan av dankortum met. Hetta gjaldskortið verður brúkt í Danmark, Føroyum og Grønlandi. Vit keyptu fyri tilsamans 1,7 milliardir krónur við dankortinum hendan dagin. 4,3 milliardir ferðir varð dankortið brúkt at gjalda við. Tað upplýsir NETS, sum er veitari av kortinum. Jólamánaðurin góður Nýtslan av dankortinum vísir, at jólahandilin fekk eina góða byrjan í desember. Fyrstu 23 dagarnar í mánaðinum brúktu dankortsgjaldarar meira enn 25 milliardir krónur. Tað eru 2,1 prosent meira enn í fjør. At metið fyri dankortsnýtslu verður sett í desember, er ikki tilvildarligt, tí tað verður mest nýtt í jólamánaðinum. Á yvirlitinum yvir dagarnar, tá umsetningurin er størstur, sæst, at sjey av tíggju av døgunum eru í desember. Hóast dankortið er tað mest nýtta í ríkinum, so nýta alsamt fleiri eisini altjóða kreditkort at gjalda við men einki yvirlit er yvir hesa nýtlsuna, upplýsir NETS. Annika Olsen, landsstyriskvinna, hevur nú eisini lagt upp í kjakið um Marknagilsdepilin. Hon harmast um, at hann enn ikki er bygdur og minnir á, at 2013 upprunaliga var árið, tá depilin skuldi vera liðugur at taka í nýtslu. Í skrivi sínum til fjølmiðlarnar undrast Annika Olsen á, at tað nú kemur óvart á fólk, at verkætlanin er vorðin 150 millónir krónur dýrari enn upprunaliga ætlað, og heldur, at politiska skipanin eigur at taka fulla ábyrgd av, at kostnaðarmetingin ikki heldur. Eingin útgreinað byggiskrá Undir viðgerðini í Løgtinginum varð fleiri ferðir víst á veika fíggjarliga grundarlagið undir verkætlanini, soleiðis sum tað varð greitt frá í verklagslógini . Tá lógin varð samtykt í 2008, lá eingin útgreinað byggiskrá ella projektering við, sum neyvt kundi geva tinginum greiðar ábendingar um kostaðin, sigur Annika Olsen Hon minnir eisini á, at í viðmerkingunum til lógaruppskotið segði Landsverk, at tey ikki kunnu standa inni fyri tí upphædd og tí fermetratali, sum eru nevnd í uppskotinum. Tað var tí, at Studentaskúlin stutt frammanundan var komin upp í verkætlanina. Kári á Rógvi heldur fram sum uttanhýsis lektari á lærda háskúlanum í Keypmannahavn, KU, skrivar Fróðskaparsetrið á síni heimasíðu. Talan er um eina endurnýggjan av eini fyribils skipan, soleiðis at lesandi á KU kunnu fáa vegleiðing at skriva serritgerð um føroysk viðurskifti. Fleiri føroysk løgfrøðilesandi í Keypmannahavn hava biðið um at fáa Kára á Rógvi sum vegleiðara í sambandi við serritgerðina. Undirvísing og gransking Avtalan letur eisini upp fyri møguleika fyri undirvísing og gransking, í samstarvi millum Fróðskaparsetur Føroya og lærda háskúlan í Keypmannahavn. Fróðskaparsetrið vónar, at danir og onnur lesandi á KU fáa eyga á, at sera nógv er at skriva um í føroyska løgdøminum. Viðurskiftini eru meiri óskipað her hjá okkum, og tað gevur nógvar spennandi akademiskar avbjóðingar. tlandi verður føroyska master í lóg skipað næsta heyst, og tá er gott samstarv við KU avgerandi. Til dømis í sambandi við, at granskarar koma av lærda háskúlanum í Keypmannahavn at undirvísa í summum lærigreinum, skrivar Fróðskaparsetrið. Nógvir útisetar eru heima um høgtíðina, og teir fáa í morgin møguleika at kunna seg um starvsmøguleikar í Føroyum. Starvsstevnan JobMatch verður í morgin á Østrøm í Havn. Hetta er fjórða ráðstevnan av sínum slag. Eftirmetingar frá undanfarnum árum vísa, at umleið fimti hvør vitjandi á Jobmatch fær boðið eitt ítøkiligt starv, uppgávu ella starvsvenjingarpláss. Í alt eru 25 fyritøkur og stovnar við á Jobmatch í ár. Samband millum fyritøkur og útisetar Endamálið við Jobmatch er at skapa og viðlíkahalda samband millum føroyskar fyritøkur og stovnar, útisetar og lesandi føroyingar. Hetta verður gjørt fyri at tryggja framhaldandi vøkstur og menning av føroyska samfelagnum. ætlanin er, at hetta millum annað skal gerast við at matcha tann tørv, ið fyritøkurnar og stovnar hava, við tann førleika, sum okkara vitunartilfeingi hevur. Somuleiðis er endamálið at skapa áhuga millum útisetar fyri at søkja størv, praktikpláss ella uppgávuevnir til prosjektskriving hjá hesum fyritøkum og stovnum. JobMatch byrjar í morgin klokkan 13. Um kvøldið verður skipað fyri einum netverkskvøldi við framløgum, kjaki og tónleiki. 2. jólakvøld var í gjár, og hóast nógv fólk vóru úti, so var náttin stak friðarlig um alt landið, sambært vakthavandi á politistøðini í Havn. Eitt ferðsluóhapp var tíðliga í nátt á Marknagilsvegnum í Havn. Ein bilur steðgaði á vegnum at seta fólk av, men ein annar bilur rendi upp í hann aftanífrá. Bilurin, sum rendi á, rýmdi av staðnum, men tað eydnaðist løgregluni at finna bæði bil og bilførara. Bilførarin er skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring. Tvey fólk, eitt í hvørjum bili, fingu skaða, og vórðu flutt á Landssjúkrahúsið. Politiið fekk eisini nakrar fráboðanir um full fólk, men sum heild eitt stak friðarligt 2. jólakvøld, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn. Fleiri feløg hava ligið framvið. At enda var tað B36, sum tryggjaði sær undirskriftina hjá Gilla Sørensen. Ungi tvørámaðurin, sum var millum bestu leikarar á unga TB liðnum seinasta kappingarár, hevur skrivað undir tvey ára sáttmála við havnarliðið. Gilli Sørensen spælir vanliga rættiliga frammaliga á vøllinum. Hann skýtir eisini góð fríspark. Nýggja bygdarráðið á Viðareiði skipaði seg fríggjadagin. Tvey vóru uppskoti at gerast borgarstjóri á Viðareiði. Tey vóru Hans Jákup Kallsberg og hin toppskorarin á valinum, Jógvan Heinesen, sum fekk 32 atkvøður ein atkvøða fleiri enn Hans Jákup Kallsberg. Men á bygdarráðsfundinum fríggjakvøldið var støðan umvend. Tá fekk Hans Jákup Kallsberg 3 atkvøður ein fleiri enn Jógvan Heinesen. Jógvan Heinensen, sum rekur Hotel Norð, verður varaborgarstjóri. Orsøkin til, at bygdarráðið á Viðareiði nýstaðni skipaði seg í gjár er, at tveir av limunum hava verið burturstaddir. annar kom aftur fríggjakvøldið. Umframt teir báðar Hans Jákup Kallsberg og Jógvan Heinesen, sita Rói Absalonsen, Eyðstein Sørensen og Dánial Viðoy í býráðnum í Viðareiðis Kommunu. Hans Johannes á Brúgv er 49 ára gamal. Hann er útbúgvin skipsførari, hevur tikið MBA og fleiri leiðsluskeið. Hann hevur drúgvar royndir sum stjóri frá privata vinnulívinum og frá tí almenna. Hans Johannes á Brúgv hevur millum annað verið sølustjóri og forstjóri á Føroya Fiskasølu, og seinastu átta árini hevur hann verið stjóri á Vinnuháskúlanum. Hans Johannes á Brúgv tekur við starvinum 1. januar. Fjølmiðlanevndin hevur givið Tórshavnar kommunu viðhald í eini kæru um sendingina Brandfellurnar , sum sjónvarpið hjá Kringvarpi Føroya sendi í mai mánaði í ár. Fjølmiðlanevndin metir ikki, at Kringvarpið hevur fylgt reglunum um góðan fjølmiðlasið í sendingini og aftaná í innsløgum í Degi og Viku, sum hava viðgjørt sama mál. Stóran almennan áhuga Fjølmiðlanevndin vísir í síni niðurstøðu á, at málið um eldsbrunan í Ravnsoyargøtu hevur stóran almennan áhuga, og at Kringvarpið í sendingini kom væl rundan um evnið um brunatrygd í sethúsum, og hvør hevur ábyrgdina av hesum. Men fjølmiðlanevndin metir ikki, at Kringvarpið hevur sýnt nóg góðan fjølmiðlasið, tá sendingin roynir at leggja Tórshavnar kommunu undir at eiga ábyrgdina av sorgarleikinum, har trý børn doyðu. Fjølmiðlanevndin metir, at lýsingin av orsøkini til vanlukkuna er einsíðug, tí sendingin ikki vísti á onnur brunafyribyrgingartiltøk , ið eins møguliga kundu havt fyribyrgt syrgiligu vanlukkuni. Ikki nóg væl lýst Nevndin heldur ikki, at sendingin nóg væl lýsti evnið frá øllum síðum, við ikki at upplýsa hyggjaran um øll sjónarmiðini hjá Tórshavnar Kommunu og orsøkina til, at borgarstjórin ikki vildi gera samrøðu um brunatrygdarmálið. Fjølmiðlanevndin sigur eisini, at tað var ikki etiskt rætt at draga eitt persónsstríð inn í eitt so álvarsligt mál sum hetta. Kommunan kærdi eisini eitt innslag í Degi og Viku, har ein samrøða við borgarstjóran varð víst, uttan at hann visti, at talan var um upptøku. Til hetta sigur Fjølmiðlanevndin, at tað innslagið einans var við til at draga viðgerðina av málinum á eitt enn lægri stig. Hvørki ákæruvaldið ella Milan Kolovrat kæra dómin í Pidda málinum til landsrættin. Tað er greitt, eftir at kærufreistin var úti í gjár. Anfinn V. Hansen, advokatur hjá Milan Kolovrat, sigur í stuttari viðmerking við útvarpið, at Milan Kolovrat, ið varð dømdur 14 ára fongsulsrevsing fyri at hava dripið og beint fyri líkinum av Dánjali Peturi Hansen, Pidda, vil ikki skjóta dómin inn fyri hægri rætt. Spurdur, hví 33 ára gamli kroatin ikki vil brúka brúka kærumøguleikan, sigur Anfinn V. Hansen, at Milan Kolovrat hevur sagt, at hann er troyttur av at sita í einum rættarhøli. Vístur úr Føroyum Umframt 14 ára fongsulsrevsingina er Milan Kolovrat vístur úr Føroyum fyri lívið, og hann er eisini dømdur at gjalda sakarmálskostnaðin. Harafturat skal hann gjalda sjey fólkum, millum annað døtrunum hjá Dánjali Peturi Hansen, knappliga 700.000 krónur. í endurgjaldi. Linda Hesselberg, ákæri, segði alt fyri eitt, tá dómur varð sagdur í Pidda málinum, at hon var nøgd við dómin, hóast hon kravdi 16 ára fongsulsrevsing. Milan Kolovrat situr enn í Mjørkadali. Leitað verður nú eftir einum plássi til hansara í einum fongsli í Danmark. Fleiri kommunur hækka barnafrádráttin á nýggjárinum. Í krónum og oyrum hækkar barnafrádrátturin mest í Tórshavnar kommunu og Fugloyar kommunu, vísir ein uppgerð hjá TAKS. Eftir ársskiftið hækkar barnafrádrátturin í Fugloyar kommunu 3.000 krónur, meðan Tórshavnar kommuna hækkar sín barnafrádrátt við 2.500 krónum. Eisini í Kunoyar , Fuglafjarðar , Sjóvar , Runavíkar, Eiðis , Hovs og Porkeris kommunu hækkar barnafrádrátturin millum 2.000 og 5.000 krónur næsta ár. Óbroytt skattaprosent Uppgerðin hjá TAKS vísir eisini, at hjá flest øllum kommunum verður kommunuskattaprosentið óbroytt næsta ár. Í Tórshavnar og Hovs kommunu lækkar kommunuskatturin við hálvum prosentstigi, í Eiðis kommunu 0,25 prosentstig, meðan kommunuskatturin hækkar 0,5 prosentstig í Vága kommunu og 1,3 prosentstig í Viðareiðis kommunu. Sands kommuna, Skopunar kommuna og Tvøroyar kommuna hava eisini eftir ársskiftið hægsta kommunuskattaprosent í landinum 23,5 prosent. Norðurlond eru í iva um lógina, sum grønlendska landstingið hevur samtykt, so útlendingar sleppa at arbeiða í grønlendsku námsvinnuni fyri lægri løn enn galdandi minstuløn. Í Norðurlandaráðnum er misnøgdin stór ímillum umboðini fyri javnaðarflokkarnar. Útlendsk arbeiðsfólk skulu hava somu rættindi sum øll onnur, ið starvast í Grønlandi. Fáa tey ikki tað, er talan um sosiala dumping, og tí eigur fólkatingið ikki at broyta útlendingalógina, so útlendingar kunnu arbeiða í Grønlandi fyri lægri løn enn minstulønina, sigur svenski ríkisdagslimurin, Anders Karlsson, sum er limur í Norðurlandaráðnum. Nortski tinglimurin í Norðurlandaráðnum, Torfinn Opheim, er samdur við svenska starvsfelagan. Ein og hvør limur í javnaðarrørsluni er ímóti sosialari dumping, og vit góðtaka ikki, at altjóða avtalur verða brotnar, sigur Torfinn Opheim. Lægri løn Eftir grønlendsku lógini kunnu útlendingar arbeiða í Grønlandi fyri lægri løn enn vanligt er. Yvirtíð verður ikki goldin, og tað verður frítíðarløn heldur ikki, eins og aðrir ágóðar ikki verða latnir. Og frælsi samráðingarrætturin verður heldur ikki galdandi. Sosialdemokratiski bólkurin í Norðurlandaráðnum, teirra millum fýra danskir polittikarar, ávara ímóti gongdini í Grønlandi. Lógin verður nógv umrødd millum danskar polittikarar, men hóast tinglimir í Norðurlandaráðnum seta spurnartekin við grønlendsku lógina, so er fólkatingslimirnir ikki so avgjørdir. Grønlendska sjálvstýrið hevur samtykt lógina, og Danmark kann ikki áleggja grønlendingum nakað. Tað er teirra avgerð, sigur forkvinnan í ídnaðarnevndini hjá fólkatinginum, Karin Gaardsted. Góðtaka ikki sosiala dumping Danski framsøgumaðurin hjá Javnaðarflokkinum í grønlendingamálum, Flemming Møller, vísir atfinningunum aftur. Hann sigur at, flokkurin góðtekur ikki sosiala dumping í ríkisfelagsskapinum, men grønlendska heimastýrið hevur sagt, at tey heldur ikki góðtaka slíkt, og at nýggja lógin ikki hevur sosiala dumping við sær. Eftir lógini skulu kinesisku arbeiðsfólkini arbeiða eftir kinesiskum skipanum. Men lógin er lagað til grønlendsk viðurskifti, siga grønlendsku myndugleikarnir. Og grønlendskir løgfrøðingar hava sagt, at lógin ikki brýtur altjóða avtalur, sum millum annað altjóða arbeiðarafelagskapurin, ILO, hevur samtykt, so viðurskiftini eru í lagi, sigur Flemming Møller. Delmar Tausen heldur fram sum borgarstjóri í Hovs kommunu, og Jónsvein Hovgaard heldur fram sum varaborgarstjóri. Hetta er triðja skeiðið hjá Delmari Tausen sum borgarstjóri. Hann hevur sitið í kommunustýrinum í 16 ár. Hini, sum manna bygdarráðið í Hovi, eru Niels Hammer, Bergljót Ludvig og Annika Joensen. Lækka skatt og hækka barnafrádrátt Kommunan hevur samtykt at lækka skattaprosentið 1. januar við einum hálvum prosentstigi, niður í 20 prosent. Samstundis verður barnafrádrátturin hækkaður, úr 5.000 upp í 6.000 krónur. fyri barnið. Í Hovi hevur verið arbeitt við at leggja nýggja kloakk, og tað arbeiðið er mestsum liðugt, sigur borgarstjórin. Kommunan hevur eisini umrøtt at vetrarfriða bygdina. Skal tað gerast, skal avtala gerast við teir fýra hagapartarnar, sum eru, og tað fer helst at kosta eina hálva miljón krónur., sigur Delmar Tausen, borgarstjóri. Føroyingar, ið búgva uttanlands, fáa nú rætt til heilsutrygdarveitingar, tá teir eru fyribils í Føroyum. Áðrenn Heilsutrygd varð sett á stovn, fingu lesandi og fólk, ið gjørdu almannagagnligt arbeiði uttanlands, veitingar frá sjúkrakassanum, meðan tey fyribils vóru í Føroyum. Hetta hevur ikki borið til, síðani Heilsutrygd kom, og Heilsumálaráðið hevur fingið fleiri fyrispurningar, serliga frá lesandi uttanlands um hetta. Nýggj kunngerð Nú er so ein nýggj kunngerð komin, sum gevur fólki, ið uppihalda sær í Føroyum fyribils, rætt til veitingar frá Heilsutrygd, um tey gerast sjúk ella fáa skaða. Kunngerðin gevur eisini lesandi og øðrum, ið eru heima í feriu í Føroyum, rætt til árligt eftirlit hjá tannlækna. Kunngerðin verður galdandi fyri fólk, sum búgva í Danmark ella Grønlandi, og sum fyribils eru í Føroyum. Hon verður eisini galdandi fyri lesandi aðrastaðni, sum hava búð í Føroyum í minst fimm ár, áðrenn tey fluttu. Tórshavnar kommunu hevur fingið viðhald frá Vinnukærunevndini, at kommunan ikki kann ábyrgjast fyri tað, ið verður selt á sølutorginum í Vágsbotni. Vinnukærunevndin hevur broytt avgerðina hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, sum 23. apríl í ár kravdi, at sølutorgið í Vágsbotni skuldi hava góðkenning sambært kungerðini um løggilding og skráseting av matvøruvirkjum. Hetta gjørdi, at sølutorgið kundi ikki nýtast til endamálið, tí kommunan noktaði at ganga undir treytirnar, og kærdi avgerðina hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni til Vinnukærunevndina. Góðtok ikki ábyrgdarpersón Av tí at góðkenningin var givin sambært matvørulógini, skal loyvishavarin eisini útnevna ein ábyrgdarpersón, sum sambært lógini hevur ábyrgdina av, at selt verður sambært góðkenningini. Hetta vildi Tórshavnar kommuna ikki góðtaka. Kommunan helt tað ikki vera rætt, at kommunan skuldi ábyrgjast fyri tað, ið selt verður á sølutorginum, tí ein kommuna er løgfrøðiliga hvørki eitt virki ella sølulið. Tí bað Tórshavnar kommuna um at fáa strikað góðkenningina av sølutorginum í Vágsbotni, men tað noktaði Heilsufrøðiliga Starvsstovan. Men nú hevur Vinnukærunevndin givið Tórshavnar kommunu viðhald. Kommunan kann ikki ábyrgjast fyri tað, ið verður selt á sølutorginum í Vágsbotni. Fíggjarlógin fyri næsta ár varð endaliga samtykt í løgtinginum í gjárkvøldið, og tingið er farið í jólafrí. Viðgerðin vardi allan gjár, og klokkan trý korter til níggju í gjárkvøldið varð liðugt at atkvøða. Hóast andstøðan til tað seinasta royndi at fáa broytt fleiri játtanir, eydnaðist tað ikki. Tað vóru 157 broytingaruppskot til triðju viðgerð í gjár. Andstøðan átti 156 av broytingaruppskotunum, men øll vórðu feld. Samgongan hevði eitt broytingaruppskot, har talan var um at flyta smávegis upphæddir ímillum nakrar konti. Tað uppskotið varð samtykt. Jólafrí Løgtingið er nú farið í jólafrí, og fundur verður ikki aftur fyrr enn næsta ár. Eitt av málunum, sum ikki er viðgjørt enn, er stjórnarskipanaruppskotið, sum Høgni Hoydal og Poul Michelsen løgdu fyri tingið seint í summar. Umsitingin mælir til at vísa málinum burtur, tí tað er millum annað í stríð við grundlógina. Tað skal tingið taka avgerð um, áðrenn uppskotið kemur til viðgerðar. Viðgerðin er útsett, í samráð við uppskotsstillararnar. Í nýggja árinum fer løgtingið eisini at hava aðalorðaskifti um almannamál, sum Annika Olsen, landsstýriskvinna hevur boðað frá. Skal námsvinna skipast í Grønlandi, má fólkatingið samtykkja eina serlóg fyri útlendingar. Og samstundis bindur Danmark seg til at syrgja fyri skipaðum viðurskiftum í Grønlandi. Útlendsk feløg hava ætlanir um at fara undir námsvinnu stutt frá Nuuk, har upp í 5.000 útlendingar skulu arbeiða. Tað eru serliga kinverjar, sum skulu standa fyri arbeiðinum. Grønlendska landstingið hevur samtykt eina lóg, sum gevur útlendsku feløgunum loyvi til at løna útlendsku arbeiðsfólkunum lægri, enn minstalønin er í Grønlandi. Men fólkatingið má samstundis samtykkja eina serlóg fyri útlendingar, fyri at teir skulu fáa loyvi at koma til Grønlands. Framvegis á donskum hondum Hóast Grønland fekk sjálvstýri í 2009, so eru dómsvaldið og arbeiðseftilitið framvegis á donskum hondum, og tí setur ætlaða námsvinnan stór krøv til donsku myndugleikarnar. Skulu viðurskiftini í Grønlandi vera á jøvnum føti við viðurskiftini í Danmark, skulu nógv fleiri fólk manna donsku stovnarnar í Gønlandi, millum annað løgreglu, dómsvald og arbeiðseftirlitið. Aftrat tí koma uppgávur sum heilsueftirlit og eftirlit á sjónum. Fólkatingið fer fyrst í nýggja árinum at viðgera eitt uppskot um at gera ein serskipan fyri útlendingarnar, sum skulu til Grønlands. Kann standa á Men tað kann koma at standa á, tí donsku stjórnarflokkarnir hava brúk fyri stuðuli frá borgarligu andstøðuni, fyri at fáa uppskotið samtykt. Annaðhvørt má Vinstriflokkurin stuðla stjórnina, ella bæði Konservativi flokkurin og Liberal Alliansa. Liberal Alliansa hevur longu boðað frá, at flokkurin tekur ikki undir við einum uppskoti, sum fer at kosta danska statinum fleiri pengar í Grønlandi. Almannaverkið hevur fingið eina álvarsliga átalu frá Løgtingsins Umboðsmanni fyri ikki at svara eini umsókn um fyritíðarpensjón. Kærarin søkti fyri meira enn hálvum sætta ári árum síðani um fyritíðarpensjón, men hevur onki svar fingið enn. Hóast tríggjar serlæknaváttanir hava staðfest, at arbeiðsførleikin hjá kæraranum er munandi skerdur, hevur Almannaverkið enn ikki gjørt neyðugu metingina av, hvat arbeiði kærarin er førur fyri at gera. Umboðsmaðurin hevur tí givið Almannaverkinum eina álvarsliga átalu fyri handfaringina av hesum máli. Samstundis heitir Umboðsmaðurin á Almannaverkið um skjótast gjørligt at taka avgerð í málinum. Tíðliga í morgun samdust londini í ES um eina fiskirættindaavtalu fyri næsta ár. Tað stóð nógv á, tí samráðingarnar byrjaðu fyrrapartin týsdagin, og ikki fyrr enn tíðliga í morgun var komið á mál. Fleiri lond løgdu nógv trýst á, og serliga Frakland og Írland settu stór krøv. Toskakvotan óbroytt Bæði ES tingið og ES nevndin høvdu mælt til, at fiskiskapurin eftir toski í Norðsjónum skuldi minka nógv, men londini samdust at enda um, at toskakvotan í Norðsjónum verður óbroytt. Og talið av døgum sum bátar og skip kunnu vera til fiskiskap, eru teir somu sum í ár. Samstundis hava londini bundið seg til at herða eftirlitið við skipum, sum eru undir illgruna fyri at tveita fisk út aftur. Hóast stóra ósemju, so segði ES nevndarlimurin í fiskivinnumálum, Maria Damanaki, tá fundurin endaði, at hon var nøgd við semjuna, tí nú verða fleiri stovnar vardir av fiskifrøðiligum metingum enn fyrr. Sunda Kommuna fær nú nýggjan sløkkiliðsbil. Kommunan hevur gjørt keypsavtalu við eina týska verksmiðju um ein sløkkiliðsbil av merkinum Renault, sum er útgjørdur við øllum neyðugum amboðum. Vatntangin tekur 2500 litrar, ið verður mett sum hóskiligt, tá havt verður í huga, at vatngoymsla eisini er sett upp við Norðskálatunnilin, sum lýkur serligu trygdarkrøvini har. Tørvur á nýggjum bili Sunda Kommuna hevur leingi havt tørv á nýggjum sløkkiliðsbili, sum lýkur øll ásett krøv, og farna vikuskifti vóru umboð frá kommununi í Týsklandi og skrivaðu undir endaligan keypssáttmála. Tað er týska verksmiðjan Thoma, sum útvegar bilin, ið verður latin Sunda kommunu um átta mánaðir. Persónar sum fáa forsorgarveiting, kunnu nú fáa ískoyti til stórar bústaðarútreiðslur. Løgtingið hevur samtykt broytingaruppskot hjá trivnaðarnevndini, sum tryggjar, at persónar, sum fáa forsorgarveiting, kunnu fáa ískoyti til stórar bústaðarútreiðslur, tá mett verður, at tað er neyðugt. Inntøkan lækkar Tá lógin um arbeiðsfremjandi tiltøk varð samtykt, vísti trivnaðarnevndin á, at broytingin fór at hava við sær, at inntøkan fór at lækka hjá summum. Tí gjørdi trivnaðarnevndin broytingar í uppskotunum, sum løgtingið samtykti í gjár. Við hesum broytingunum fer veitingin, í eini skiftisskipan, at svara til tað, sum er nøktandi fyri at hava eitt virðiligt lív, sigur Rósa Samuelsen, forkvinna í trivnaðarnevndini. Hon væntar, at tá skiftistíðin um eitt hálvt ár er farin, eru viðurskiftini komin í rættlag hjá øllum bólkum, sum fáa forsorgarveitingar. Líkt er til, at fleiri milliónir afturat kunnu skarvast burtur av Marknagilsdeplinum, uttan at skúlin missir nakrar funktiónir, og uttan at skapið á skúlanum verður broytt. Landsverk hevur í samráð við arkitektin funnið fram til nýggjar sparingar, sum kunnu gera tað bíligari at byggja skúlan. Í fyrstu atløgu vórðu 70 milliónir krónur. skornar burturav byggiætlanini. Síðani hevur verið arbeitt við ymsum møguleikum, sum kunnu gera verkætlanina uppaftur bíligari, og nú sær út til, at tað fer at bera til at koma longur niður, sigur Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki. Fleiri útrokningar Enn ber ikki til at siga, hvussu langt niður kostnaðurin fyri Marknagilsdepilin kann koma, tí fleiri útrokningar skulu gerast. Men tað er greitt, at tað ber ikki til at skarva allar tær 70 milliónirnar burtur, ið resta í, uttan at talan verður um ein annan skúla enn tann, ið er teknaður. Borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, er nú farin undir at kanna møguleikarnar fyri, at Tórshavnar kommuna kann vera við í byggingini av Marknagilsdeplinum. Samband hevur verið millum borgarstjóran og landsstýrismannin í skúlamálum, og fyrrapartin hevði Heðin Mortensen kallað stýrið og leiðsluna fyri Tekniska Skúla í Havn á fund. Tá løgtingið seinni í dag fer at hava triðju viðgerð av fíggjarlógini, fer tingið eisini at atkvøðu um fleiri broytingaruppskot frá andstøðuni, bæði á rakstrar og íløgusíðuni. Við aðru viðgerð vórðu øll broytingaruppskotini frá andstøðuni feld, men við triðju viðgerð í dag verða broytingaruppskotini løgd fram hvørt sær, og atkvøtt verður eisini um uppskotini hvørt sær. Millum broytingaruppskotini hjá andstøðuni, sum atkvøðast skal um, eru hesi Á rakstrarsíðuni 19,5 milliónir krónur. til lønarframskrivingar hjá øllum almennum stovnum 6,8 milliónir afturat krónur. til Strandfaraskip Landsins, so túratalið ikki verður skert og javnseting av ferðaseðlaprísum 5 milliónir krónur. afturat til Fróðskaparsetur Føroya 2,5 milliónir krónur. til miðnámsskúlatilboð til føroyingar við serligum avbjóðingum 2,3 milliónir krónur. til Fountain Hús Hægri játtan til umlættingarheim fyri børn við serligum tørvi í Sandoynni 1,5 milliónir krónur. til Mentanargrunn Føroya og 3,3 milliónir krónur. til ymsar mentanarjáttanir 1,8 milliónir afturat til Kringvarp Føroya í mun til tað, ið játtað varð í seinastu viku 10 milliónir krónur. til fyritíðarpensjónsøkið At hækkingin í blokkstuðlinum verður strikað Umlegging av skattalættanum, ætlaður til lægru inntøkubólkarnar 3 milliónir krónur. til føroyskan eftirskúla 3 milliónir krónur. eyka til Klaksvíkar Sjúkrahús peningur, ið ikki er nýttur í 2012 2 milliónir krónur. eyka til Miðnámsskúlan á Kambsdali peningur, ið ikki er nýttur í 2012 5 milliónir krónur. til orkugrunn, ið skal stuðla grønum orkuverkætlanum kring Føroyar 7 milliónir krónur. til at gera seinastu kjarnuboringarnar í sbd. við Sandoyartunnil 5 milliónir krónur. til at fyrireika Hvalbiartunnil 5 milliónir krónur. til borivogn og útgerð til smærri tunnilsverkætlanir Eyka peningur til bústaðir til fólk við serligum tørvi í Eysturoynni Arbeiðsloysið í Føroyum hevur ikki verið so lítið síðani august 2009. Í november vórðu 1234 fólk arbeiðsleys. Tað eru 100 færri enn í oktober. Arbeiðsloysið er sostatt minkað úr 4,9 prosentum niður í 4,6 prosent, vísa hagtøl frá Hagstovuni. Fyri einum ári síðani vóru 1775 fólk arbeiðsleys, ella 6,6 prosent. Menn og kvinnur Síðani november í fjør er talið á arbeiðsleysum monnum minkað við 321, og 235 færri kvinnur eru arbeiðsleysar nú. Hjá kvinnum er arbeiðsloysið seinasta árið minkað úr 7,3 prosentum niður í 5,4 prosent, og hjá monnum er tað minkað úr 6,1 prosenti niður í fýra prosent. Í november minkaði arbeiðsloysið í øllum sýslum uttan í Sandoyar sýslu, har tað veksur. Í tali eru flest arbeiðsleys í Suðurstreymi, men roknað í prosentum hevur arbeiðsloysið í Suðuroynni ligið oman fyri arbeiðsloysið í hinum sýslunum. Men nú er støðan broytt munandi í Suðuroynni. Arbeiðsloysið har er minni enn í Vágum, har arbeiðsloysið er lutfalsliga størst. Mentamálanevndin í Tórshavnar kommunu hevur samtykt at stuðla filmsverkætlanini The Bird Catcher, sum ætlandi verður størsta filmsætlan, sum nakrantíð er spæld inn í Føroyum. Filmurin verður slakar tveir tímar til longdar, og fíggjarætlanin verður um 32 milliónir krónur. Stórur áhugi er fyri filminum í Norðurlondum eins og í eitt nú Fraklandi og Kekkia. Størsti parturin av játtanini kemur tí úr hesum londum, men filmsleikstjórin Richard Hobert úr Svøríki ger ikki filmin uttan so, at føroyingar eisini sýna ætlanini áhuga. 300.000 krónur. Mentamálanevndin hevur samtykt at játta tilsamans 300.000 krónur til filmsverkætlanina fyri árini 2012 og 2013. Ein arbeiðsbólkur við eitt nú umboðum fyri ferðavinnuna, sum hevur søkt um stuðulin, sigur, at arbeitt verður fyri at fáa filmsætlanina framda, tí at filmurin kann skapa áhuga fyri Føroyum sum heild, geva arbeiðspláss og leggja inntøkur eftir seg til landið. Daniella Sandberg úr Sørvági, sum býr í Svøríki, hevur fingið Richard Hobert áhugaðan í søguni um Frans í Gásadali, sum er ein sonn søga úr 1800 talinum um ráðini, ið takast mátti til fyri at føra bóndaættina víðari. Taka upp í Vágum Richard Hobert hevur gjørt handritið til filmin, sum í høvuðsheitum verður spældur inn í Vágum Bø, Gásadali og á Víkum, eins og í Koltri og í Mykinesi. ætlanin er at taka filmin upp í 2013 og frumsýna hann á festivalinum í Cannes í 2014. Richard Hobert er ein tann kendasti filmsleikstjórin í Svøríki. Hann hevur gjørt 20 filmar, og hevur fingið nógvar virðislønir fyri sítt arbeiði. Nýggjasta skaldsøgan hjá Jóanesi Nielsen kemur nú út á einum av heimsins størstu forløgum, skrivar Ritzau. Tað er altjóða forlagið Random House, sum gevur út skaldsøguna Brahmadellarnir, ið kom út í fjør. Við avtaluni skrivar Jóanes Nielsen søgu, tí hetta er størsta forlag nakrantíð, sum gevur út bók eftir føroyskan rithøvund. Brahmadellarnir er ein ættarsøga, sum fevnir um 250 ár. Jóanes Nielsen fekk fyrr í ár M. A. Jacobsens virðislønina fyri skaldsøguna. Brahmadellarnir er eisini í uppskoti fáa norðurlendsku bókmentavirðislønina. 18,5 milliónir krónur. afturat til Marknagilsdepilin næsta ár. Tað verður eitt av broytingaruppskotunum hjá andstøðuni, tá løgtingið í dag fer at viðgera fíggjarlógina fyri 2013 fyri triðju og seinastu ferð. Løgtingið strikaði annars 18,5 milliónir krónur eftir tilmæli frá meirilutanum í Fíggjarnevndini, tí brúk er ikki fyri pengunum næsta ár, varð sagt. Játtanin er ivaleysa stór, tí 74 milliónir, sum ikki eru brúktar í ár, verða fluttar til næsta ár. Seta peningin aftur á fíggjarlógina Men í dag fara Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Framsókn at skjóta upp at seta 18,5 milliónir krónur. í aftur fíggjarlógina. Andstøðan hevur biðið um, at atkvøtt verður grein fyri grein um broytingarnar, sum koma í dag. Tá onnur viðgerð var, varð atkvøtt um allar broytingarnar í einum, bæði tær hjá minnilutanum í Fíggjarnevndini, sum fullu, og tær hjá meirilutanum, sum vórðu samtyktar. Tað varð gjørt, tí eingin skrivliga hevði biðið um atkvøðugreiðslu grein fyri grein. Í dag fer løgtingið endaliga at avgreiða fíggjarlógina fyri 2013. Fíggjarlógin varð samtykt fyri einari viku síðani við atkvøðunum hjá samgonguni. Meirilutin í Fíggjarnevndini hevði nógv broytingaruppskot, sum vórðu samtykt tá. Við teimum kom hallið hjá landskassanum niður í góðar 240 milliónir krónur. Andstøðan hevði eisini nógv broytingaruppskot, men tey fullu øll. Andstøðan kemur aftur við nógvum broytingaruppskotum til triðju viðgerð í dag. Fíggjarlógin er seinasta mál á skránni fyri tingfundin, sum byrjar klokkan hálvgum tíggju. Tí fyrst skal løgtingið samtykkja aðrar lógir, sum hanga uppi í fíggjarlógini. Teirra millum eru lógin um tilfeingisgjald á makreli, 75 oyru fyri kilo. Tað er væl hugsandi, at Føroya Lívstrygging fær fleiri eigarar enn tey 18 fakfeløgini, sum herfyri skrivaðu undir at keypa felagið. Onnur fakfeløg eru hugað at vera við í keypinum, men tey skulu fyrst spyrja limirnar á aðalfundi, áðrenn tey kunnu seta pengar í Lív. Tað sigur Pætur Niclasen, formaður í S ogK og samskipari í bólkinum, sum hevur fyrireikað keypið. Tað verður samlaða pensjónsinngjaldið hjá einstøku feløgunum, sum verður avgerandi fyri, hvussu stóran part tey fara at eiga í Lív. 18 feløg skrivað undir Fríggjadagin skrivaðu 18 fakfeløg undir sáttmála um at keypa helvtina av partabrøvunum í Lív fyri 35 milliónir krónur. Hina helvtina eigur Ognarfelagið Lív, sum umboðar allar tryggingartakararnar í felagnum. Kappingareftirlitið og Tryggingareftirlitið skulu fyrst kanna keypið, áðrenn tað verður endaliga avgreitt. Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum. Fleiri foreldur á Strondum hava nú gjørt vart við, at teirra børn eisini hava fingið ov vánalig ársmet. Tey vilja hava somu sømdir sum teir næmingar, sum í summar fingu hægri ársmet frá skúlaleiðsluni, enn lærarin hevði givið. Foreldrini hava vent sær til Mentamálaráðið við kravi um, at eisini teirra børn fáa hægri ársmet. Málið um broyttu ársmetini á Stranda skúla hevur ligið í Mentamálaráðnum síðani í juli mánaði. Tá fekk Mentamálaráðið ein fyrispurning um málið, men hann er ikki svaraður enn. Biðja um viðmerkingar Mentamálaráðið fer nú at biðja Stranda skúla um viðmerkingar til áheitanina frá foreldrunum. Tað hevur við sær, at málið um ársmetini hjá 9. floksnæmingunum í fjør ikki verður avgreitt nú sum ætlað. Aðalstjórin í Mentamálaráðnum, Poul Geert Hansen, væntar, at ráðið fer at koma við eini niðurstøðu eftir nýggjár. Bjarni Djurholm, formaður í løgtingsins mentunarnevnd, krevur nú, at Marknagilsdepilin fer í gongd sum skjótast. Í grein á Vágaportalinum sigur Bjarni Djurholm, at tað áliggur landsstýrismanninum at fáa byggingina av Marknagilsdeplinum í gongd sum skjótast. Hann sigur, at sjónarmiðini, sum eru komin fram í seinastuni, órógva tilgongdina í málinum, men tað skal ikki henda aftur. Nú ella ongantíð Dyggi meirilutin í tinginum fyri verkætlanini fer at geva landsstýrismanninum besta høvið at finna eina forsvarliga loysn, so teir tríggir miðnámsskúlarnir fáa húsarúmd og frálæruumstøður, sum teimum av røttum tilkemur, skrivar formaðurin í mentunarnevndini. So, Marknagilsdepilin nú ella ongantíð. Latið okkum taka skilagóðu avgerðina, so farast kann undir verkætlanina í nýggja árinum. Tað fer at søma fyru politiska myndugleikan, sigur Bjarni Djurholm. Landsstýrið hevur játtað 200.000 krónur til neyðhjálpararbeiði í Filipsoyggjunum. Fyrst í desember herjaði ódnin Bopha Filipsoyggjarnar. Hetta var ringasta ódn í 80 ár. Fleiri enn 1000 fólk eru deyð og 850 fólk eru ikki komin afturíaftur. 167.000 heim eru annaðhvørt javnað við jørðina, ella hava fingið stóran skaða. 985.000 fólk húsast á hjálparmiðstøðum ella búgva tey hjá familjum og kenningum. 6,2 milliónir fólk eru rakt av ódnini. Hjálpin latin gjøgnum ST Stjórnin í Filipsoyggjunum hevur biðið um hjálp fyri at fáa til vega mat, reint vatn og tjøld til tey mongu, sum mistu hús og heim. Neyðhjálpin úr Føroyum verður latin gjøgnum ST stovnin, World Food Programme. Landsstýrismaðurin í heilsumálum umsitur játtanina til neyðhjálp. Í ár eru 500.000 krónur settar av til neyðhjálpararbeiði kring heimin. Fyrr í ár læt landsstýrismaðurin Reyða Krossi Føroyar 200.000 krónur til neyðhjálpararbeiði í Sýria og aðrar 100.000 krónur til neyðhjálpararbeiði í Sahel økinum í Vesturafrika. Streymoyar Sjálvstýrisfelag tekur ikki undir við útsøgnunum hjá løgtingsmanni Sjálvstýrisfloksins, Jógvani Skorheim, um at steðga ætlanini at byggja skúladepil í Marknagili. Jógvan Skorheim hevur í staðin mælt til at umvæla verandi miðnámsskúlar í høvuðsstaðnum og at játta Fróðskaparsetrinum meiri pening. Skal byggjast Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelag sigur í dag, at Skúladepilin í Marknagili skal byggjast. Miðnámsskúlarnir í høvuðsstaðarøkinum eru niðurpíndir, og bæði næmningar og starvsfólk virka hvønn dag undir umstøðum, sum ikki eru nøktandi. Felagið heitir á samgonguna um at fara undir byggingina sum skjótast. Andstøðan í løgtinginum vil hava tingnevndirnar og Útnorðurráðið valt av nýggjum, nú Framsókn er farin í tvíningar. Tingið skuldi atkvøða um hetta í dag, men atkvøðugreiðslan varð tikin av skrá. Valbólkurin óbroyttur Hóast Framsókn fór í tvíningar, er valbólkurin hjá andstøðuni óbroyttur. Semja er um, at Poul Michelsen í Framsókn fer í mentanarnevndina, og Høgni Hoydal í Tjóðveldi fer úr nevndini, og verður tiltaksmaður í staðin fyri Poul Michelsen. Onkrir tiltakssessir skulu eisini býtast av nýggjum millum andstøðufólkini. Janus Rein varðveitir sín nevndarsess í Vinnunevndini. Alifiskur umboðar meiri enn ein triðing av fiskaútflutninginum í ár. Frá januar til oktober hevur alvinnan útflutt 47.655 tons fyri slaka hálva aðru milliard krónur. Vøksturin í nøgd er 30 prosent og í virði átta prosent, samanborið við sama tiðarskeið í fjør, vísa tøl frá Hagstovuni. Stóri vøksturin í útflutninginum av alfiski er ein gongd, sum hevur verið seinastu árini, og samstundis er botnfiskurin minkaður úr eini helvt niður í ein fjórðing av fiskaútflutninginum. 41.000 tons av botnfiski Vit hava útflutt sløk 41.000 tons av botnfiski í ár fyri eina milliard og 71 milliónir krónur. Tað er á leið tað sama sum í fjør. Nøgdin av uppsjóvarfiski er minkað eitt sindur, men útflutningsvirðið er vaksið 80 milliónir krónur, ella átta prosent, vísa hagtølini. Útflutningurin av uppsjóvarfiski í ár hevur verið sløk 174.000 tons fyri 1,2 milliardir krónur. Tilsamans hava fyrst tíggju mánaðirnar í ár útflutt fyri fýra milliardir og 215 milliónir krónur. Tað eru 231 milliónir krónur fleiri enn somu tið í fjør, ella seks prosent. Málráðið, sum avloysir Málnevndina á nýggjárinum, er nú mannað. Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, hevur valt teir 11 limirnar í Málráðið eftir tilmæli frá feløgum og stovnum. Harumframt velur landsstýrismaðurin tveir limir, og hann velur eisini formannin og næstformannin. Formaður í Málráðnum er Zakaris Svabo Hansen , adjunktur í málfrøði og limur í Málráð Norðurlanda, eftir tilmæli frá Móðurmálslærararafelag Føroya. Næstforkvinna er Katrin N. Simonsen , studentaskúlalærari í føroyskum, eftir tilmæli frá landsstýrismanninum. Hjalmar P. Petersen , lektari í málfrøði, eftir tilmæli frá Fróðskaparsetrinum. Marna Jacobsen , ritstjóri, eftir tilmæli frá Føroya Lærarafelag og Javnstøðunevndini. Kári Leivsson , sálarfrøðingur, eftir tilmæli frá Rithøvundafelag Føroya. Sólvá Jónsdóttir , ráðgevi og málfrøðingur, eftir tilmæli frá Námi. Anfinnur Johansen , lektari í málfrøði og formaður í Navnanevndini, eftir tilmæli frá Navnanevndini. Hanna Simonsen , fulltrúi, eftir tilmæli frá Kommunusamskipan Føroya. Eivind Weihe , formaður í Staðarnavnanevndini, eftir tilmæli frá Staðarnavnanevndini. Randi Meitil , studentaskúlalærari í føroyskum og sponskum, eftir tilmæli frá Málfelagnum. Jonhard Mikkelsen , námslektari í føroyskum, eftir tilmæli frá landsstýrismanninum. Røkja og menna málið Málráðið hevur sum endamál at røkja, menna og verja føroyska málið, at vegleiða, ráðgeva og gera niðurstøður í málspurningum, og at áseta føroyska stavseting. Málráðið gevur landsstovnum og almenninginum vegleiðing, ráð og upplýsing um føroyskt í talu og skrift. Almennir myndugleikar eiga í størst møguligan mun at fylgja niðurstøðunum hjá Málráðnum. Eisini kunnu stovnar og einstaklingar venda sær til Málráðið við spurningum. Nýggja Málráðið tekur við 1. januar 2013, tá Málnevndin fer í søguna. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, løgtingskvinna fyri Fólkaflokkin, vil hava at vita frá Kára P. Højgaard, landsstýrismanni, um tað ber til at fíggja Sandoyartunnilin við láni, so farast kann undir arbeiðið beinan vegin. Hon spyr eisini, um lánsgjaldið kann verða goldið aftur eftir íløguætlanini, har peningur er settur av til verkætlanini frá 2015 at rokna. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir vísir á, at eingin peningur er settur av til Sandoyartunnilin fyrr enn í 2015. Tá er ætlanin at brúka fimm milliónir krónur. til forkanningar, og síðani økist játtanin til 2024. Fólkatalið minkar Sostatt ganga mong ár, til tunnilin verður liðugur, og samtundis minkar fólkatalið í Sandoynni við rúkandi ferð, sigur løgtingskvinnan fyri Fólkaflokkin í viðmerkingunum til fyrispurningin. Føroyar eru eitt lítið land, og eiga vit, sum vald eru, at gera okkara til, at tað ikki verður minni, og at Sandoyggin minkar burtur í einki, sigur Elsbeth Mercedis Gunnleygsdóttir. Løgtingið fer á fundinum, sum byrjar klokkan 11, at taka støðu til, um fyrispurningurin skal svarast. Tá Føroyar og Týskland í september næsta ár fara at spæla landsdyst á Tórsvølli, verður nýggi bygningurin, sum FSF skal byggja við suðurendan á vøllinum, liðugur. Tað stendur í avtalu sum Fótbóltssambandið og Tórshavnar Býrað hava gjørt. Samstarvið millum kommununa og FSF byrjaði fyri tveimum árum síðani. Tað miðar eftir, at Tórsvøllur skal útbyggjast og hava góðkenning bæði frá UEFA og FIFA.Fyrsta stigið var at gera eina heildarætlan fyri Tórsvøll og seta ljós kring vøllin. Annað stigið var at gera nýggjan graslíkisvøll. Nýggjur bygningur Nú verður farið undir triðja stig, sum fevnir um at taka niður øll áskoðaraplássini við suðurendan á Tórsvølli, og síðani fer FSF undir at byggja nýggjan bygning, sum kemur aftrat verandi FSF bygningi við Tórsvøll. Umframt at hýsa virkseminum hjá FSF, verður nýggi bygningurin eisini høvuðsinngongd til Tórsvøll í framtíðini. Har verða eisini nýggj áskoðarapláss gjørd. Bygningurin skal standa liðugur í september næsta ár, tá ið Føroyar og Týskland spæla landsdyst. Arbeiðið byrjar beinanvegin. MAP Arkitektar eru høvuðsráðgevar hjá FSF. Næsta stigið verður at byggja áskoðaraskýli, fyrst á eystursíðuni. Avtalað er, at projekteringin av eysturskýlinum byrjar í 2013. Knappliga seks oyru vóru á muni millum tilboðini hjá SEV og smápartafelagnum Vindrøkt í Vestmanna upp á 11,7 Megawatt av vindorku at knýta í elkervið. Prísurin hjá SEV er 31,6 oyru fyri kilowatttíman og hjá Vindrøkt 37,5 oyru. Partafelagið Magn er við í verkætlanini hjá SEV.Tilboðini vórðu latin upp á Jarðfeingi á middegi í gjár. Jarðfeingi fer nú at kanna tilboðini. Væntandi fyriliggur úrslit teirra um miðjan januar næsta ár. 11,7 Megawatt svara til árligu streymnýtsluna hjá knappliga 4000 húsarhaldum. Limirnir í Starvsmannafelagnum, sum arbeiða hjá Føroya Tele og Posta, fáa 1,13 prosent í lønarhækking á nýggjárinum. Og 1.januar í 2014 hækkar lønin aftur, tá hækkar hon 1,89 prosent. Starvsmannafelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag gjørdu í síðstu viku tvey ára sáttmála fyri starvsfólkini á Føroya Tele og Posta. Privat reiðarí eru sinnað at byggja og reka eitt nýtt havrannsóknarskip fyri landið. Tað staðfestir Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, fyri Sosialinum. Hann sigur, at politiskur vilji er ikki til at seta pening av á fíggjarlógini til endamálið næstu árini, og tí er privat fígging einasti møguleiki. Ger ætlan Málið er umrøtt á landsstýrisfundi, og nú fer Jacob Vestergaard at gera eina ætlan, har privat byggja, fíggja og kanska eisini reka skipið. Síðani skal landið gera langtíðaravtalu við privata felagið um at leiga skipið. Tað merkir, at landið skal sleppa at brúka skipið eftir einum langtíðarsáttmála, og síðani kann landið keypa skipið, skrivar Sosialurin. Harumframt verður kannað, um havrannsóknarskipið eisini kann nýtast sum vaktarskip. Jacob Vestergaard sigur, at partalag millum alment og privat er ikki ókent aðrastaðni, og gongst sum ætlað, kann farast undir at byggja nýtt havrannsóknarskip næsta ár. Stýrið fyri Tekniska skúla í Havn hevur fingið nóg mikið av gongdini í málinum um Skúladepilin í Marknagili. Magnus Magnussen, formaður í stýrinum, sigur í dag, at tað í stóran mun eru lokal áhugamál í politisku skipanini, sum forða fyri, at verulig gongd kemur á byggingina. Seinasta royndin at byggja Skúladepil í Marknagili varð kjølfest í 2008, men í dag er stórur vandi fyri, at eisini henda verkætlanin fær somu lagnu sum allar hinar, sigur hann. Støðan ótolandi Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, hevur eisini gjørt vart við, at støðan er ótolandi, og kommunan bjóðar seg fram, í samstarvi við landspolitiska myndugleikan, at virka fyri, at Skúladepilin verður veruleiki. Stýrið fyri Tekniska skúla fegnast um hetta stigið, og hevur heitt á Tórshavnar kommunu um at koma á fund at umrøða støðuna so skjótt sum til ber, sigur Magnus Magnussen, stýrisformaður, í tíðindaskrivi. Turid Arge er 48 ára gomul og útbúgvin cand.merc. við sergrein í strategi, organisatión og leiðslu. Harumframt hevur hon eina masterútbúgving í dygd og leiðslu innan almanna og heilsuøkið. Turid Arge hevur starvast í Almanna og Heilsumálaráðnum sum deildarstjóri í 11 ár. Seinasta hálva annað árið hevur hon starvast sum ráðgevi í Fíggjarmálaráðnum. Áður hevur hon starvast í Danmark hjá Børsen og Post Danmark. Heimsins størsta alifyritøka, Marine Harvest, ið eisini hevur virksemi í Føroyum, gerst nú enn størri. Í morgun boðaði fyritøkan keypsskálanum í Oslo frá, at tey hava keypt 48,5 prosent av partabrøvunum í pólsku fyritøkuni Morpol. Marine Harvest hevur goldið eina knappa milliard fyri partabrøvini. tla at keypa restina Marine Harvest hevur í umbúna eisini at keypa restina av Morpol. Morpol er heimsins størsta góðskingarfyritøka av royktum laksi. Fyritøkan eigur eisini alifyritøkur í Noregi og Skotlandi. Tað eru Jerzy Malek, sum stovnaði Morpol, og hansara íløgufelag, ið hava selt partabrøvini til Marine Harvest. Játtan og starvsfólk fylgja við í flytingini frá Landsbankanum til Fróðskaparsetrið. Tað hevur løgtingið samtykt samstundis sum tað samtykti, at Fróðskaparsetrið skal umsita Búskaparráðið frá 1.apríl næsta ár. Fróðskaparsetrið fær 2,2 milliónir krónur. saman við uppgávuni og fegnast um at fáa hana. Tí uppgávan kann samskipast við tilgongdini at menna gransking og undirvísing í búskapi á Fróðskaparsetrinum, sigur rektarin, Sigurð í Jákupsstovu. Størv lýsast leys Men tað ber ikki til bara uttan nakað at flyta fólk úr Landsbankanum á Fróðkaparsetrið. Tí Fróðskaparsetrið hevur eina mannagongd at halda seg til, tá fólk skulu setast í akademisk størv. Millum annað skulu størv lýsast leys. Og mett verður um førleikarnar hjá umsøkjararum at átaka sær eitt akademiskt starv á Fróðskaparsetrinum. Starvsfólk, sum verða flutt til Fróðskaparsetrið, mugu hava førleika til at undirvísa og granska í búskapi. Ikki sent til hoyringar Landsstýrið spurdi ikki Fróðskaparsetrið, tá tað gjørdi uppskotið um at leggja niður Landsbankan og lata Fróðskaparsetrið vera skrivara hjá Búskaparráðnum. Uppskotið varð ikki sent til hoyringar. Men Fróðskaparsetrið sendi Fíggjarnevndini sínar hugsanir um málið, tá nevndin hevði fingið uppskotið eftir fyrstu viðgerð í tinginum. Sigurð í Jákupsstovu, rektari, sigur, at tey eru ikki enn farin at fyrireika seg til nýggja arbeiðsøkið, sum er at umsita Búskaparráðið. Landsstýrið veitti íslendsku ríkisstjórnini 300 milliónir krónur. í láni tann 23. mars 2009. Lánið var eitt standandi lán, til 15. desember 2013, tá avtala skuldi verða gjørd um afturgjalding av láninum. Eftir lánsavtaluni kundi íslendska ríkisstjórnin eisini velja at rinda lánið aftur fyri tíðina. Hetta hevur Ríkisstjórn Íslands valt at gera við góðkenning frá Føroya Landsstýri. Lánið er goldið aftur í dag 17. desember saman við rentu fyri eitt ár, upplýsir Landsbankin. Granskingarráðið hevur sett Dagmar Joensen Næs í starv at byggja upp eina nýggja verkætlan, sum skal gera tað lættari at flyta granskarar millum lond at arbeiða. Verkætlanin er partur av ES granskingarsamstarvinum FP7, og umfatar netverk við umleið 200 miðdeplum í 38 londum. Ítøkiliga er uppgávan at savna inn og miðla upplýsingar fyri granskarum, sum koma til Føroya, ella fara út í heim at granska. Upplýsingarnar fevna millum annað um skattaviðurskifti, uppihaldsloyvi og onnur praktisk viðurskifti, tá flutt verður til annað land. Lýsa granskingarumhvørvið Føroyska granskingarumhvørvið skal eisini lýsast. Tilfarið skal skipast í eina hondbók og ein enskmæltan portal, har eisini ber til at finna leys størv, sum granskingarstovnar í Evropa lýsa við. Føroyskir stovnar og virkir fara somuleiðis at kunna lýsa á hesum portalinum uttan kostnað. 12 umsóknir vóru starvið at byggja upp EURAEXESS í Føroyum. Dagmar Joensen Næs, sum er sett í starvið, er útbúgvingin korrespondentur og journalistur. Seinastu 20 árini hevur hon starvast sum journalistur í Føroyum og Danmark. Hon tekur við nýggja starvinum 1. februar. Granskingarverkætlanin, sum hevur fingið heitið EURAXESS, varir í tvey ár. Granskingarráðiðhevur fingið umleið 900.000 krónur. frá ES til verkætlanina Hóast Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi vilja hava tilfeingisgjald, mæla flokkarnir frá at samtykkja uppskotið hjá Jacob Vestergaard, landsstýrismanni, um at leggja 75 oyru á hvørt kilo av makreli, sum verður fiskað næsta ár. Minnilutin í Vinnunevndini, Aksel V. Johannesen og Páll á Reynatúgvu, siga, at hóast øll politiska skipanin hevur havt nógvar fundir um framtíðar fiskivinnupolitikkin, hevur landsstýrismaðurin ikki sagt eitt orð um hetta uppskotið, sum nú er í tinginum. Vilja hava langtíðarskipan Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi vilja hava eina langtíðarskipan, sum skal umfata alla fiskivinnuna, loyva nýggjum fólkum framat í vinnuni, og fiskimaðurin skal ikki gjalda tilfeingisgjald, tað skal reiðarin gera. Meirilutin í Vinnunevndini, samgongumenninir, mælir til at samtykkja uppskotið. Janus Rein, uttanflokkatingmaður, er við í meirilutanum. Janus Rein hevur tó nakrar viðmerkingar um, hvussu hann heldur, at tilfeingisgjaldið kann gerast rættvísari enn tað verður sambært lógaruppskotinum hjá landsstýrinum. Atlantic Airways fær nýggjan nevndarformann tann 1. januar. Kaj Johannesen verður formaður til 8. mars, tá felagið hevur aðalfund. Kaj Johannesen, sum er fulltrúi í Innlendismálaráðnum, tekur við eftir Bjarna Askham Bjarnason, sum er settur í starvið sum aðalstjóri í Fíggjarmálaráðnum. Kaj Johannesen er í løtuni næstformaður í nevndini. Bjarni Askham Bjarnason heldur tó fram í nevndini hjá Atlantic Airways til aðalfundin næsta ár. Samstundis verður Jens Wittrup Willumsen næstformaður í nevndini hjá Atlantic Airways frá 1. januar til 8. mars. Nýggja tilfeingisgjaldið fyri makrel, sum løgtingið fer at samtykkja í dag, fer at kosta manningunum á skipunum, sum fiska makrel, nógvar túsund krónur meira enn í ár. Tað sigur Fiskimannafelagið, sum hevur sent Vinnunevndini hjá løgtinginum eina útrokning. Sambært tølunum hjá Fiskimannafelagnum skal hvør maður á nótaskipunum lata 87.500 krónur. í tilfeingisgjaldi og hjá teimum á partrolarum verður tilfeingisgjaldið slakar 25.000 krónur. Ymisk býtisprosent Fiskimannafelagið roknar við, at hvørt nótaskip fiskar 8.000 tons og partrolararnir 1.500 tons av makreli næsta ár. Býtisprosentið hjá nótaskipum er 17,5 og hjá partrolarum 26,5. Næsta ár skulu skipini gjalda landskassanum 75 oyru fyri hvørt kilo av makreli, tey fiska. Hjá manningunum á nótaskipinum kostar nýggja tilfeingisgjaldið næstan 22.000 krónur. meira enn í ár, tá gjaldið fyri tey fyrstu 3.000 tonsini var 25 oyru. Á partrolaranum fer hvør maður at rinda 15.600 krónur. meira næsta ár enn í ár, sigur Fiskimannafelagið. Pál Joensen kom á mál við tíðini 14.36.93. Nummar tvey bleiv italiumaðurin, Gregorio Paltrinieri, við tíðini 14.31.13, meðan danin, Mads Glæsner, bleiv fyrstur á mál við tíðini 14.30.01. Svimjing.com skrivar, at teir tríggir fylgdust fyri tað mesta, men tá 500 metrar vóru eftir sett Paltrinieri ferðina upp við Mads Glæsner í hølunum. Mads Glæsner megnaði at hála seg fram um, tá 50 metrar vóru eftir at svimja. Fyrrverandi heimsmeistarin, Mateusz Sawrymowics, royndi at fáa Pál aftur, tá fáir metrar vóru eftir, men Pál megnaði at halda póllendingin aftan fyri seg. Finalu úrslitini frá 1500 m frí Mads Glæsner DEN 14 30.01 Gregorio Paltrinieri ITA 14 31.13 Pál Joensen FAR 14 36.93 Mateusz Sawrymowicz POL 14 38.29 Yohei Takiguchi JPN 14 40.16 nummar 7 samanlagt Jordan Harrison AUS 14 43.62 nummar 8 samanlagt Anthony Pannier FRA 14 51.66 nummar 14 samanlagt Sergii Frolov UKR 14 57.08 nummar 17 samanlagt. Brúgvin um Sandá verður boðin út av nýggjum. Tað samtykti Tórshavnar býráð í gjárkvøldið. Orsøkin er, at frávikini í tilboðunum eru ov stór samanborið við minstukrøvini í byggiskránni. Í summum førum fara frávikini at kosta kommununi pengar. So stórur ivi er, at illa ber til at samanbera tilboðini og døma tey rætt. Útbjóðingin ógildað Tí verður útbjóðingin ógildað, og arbeiðið verður boðið út av nýggjum við freist til 21.desember. Samstundis verða nakrar broytingar gjørdar. Vegarbreiddin verður 25 sentimetrar smalri og kravið um serstaka vernd millum bilar og súkklur og fólk til gongu verður strikað. 26.oktober upplýsti Tórshavnar kommuna, at trý feløg hava lótu inn tilboð upp á brúnna. Articon bjóðar sær til at gera brúnna fyri 54,7 milliónir krónur. Tilboðið frá J ogK Petersen er 60,8 milliónir krónur. Og TG Verk hevur tvey tilboð, annað er 52,7 milliónir og hitt 57,4 milliónir krónur. Allir prísirnir eru uttan meirvirðisgjald. Tað vera hesi feløgini, sum nú sleppa at bjóða eina ferð afturat upp á brúnna um Sandá. Býráðið í Havn fer at hava aðalorðaskifti eina ferð næsta ár um vindmyllur í kommununi. Tað samtykti býráðið í gjárkvøldið. Tórshavnar kommuna hevur fingið umsóknir um byggiloyvi til 26 vindmyllur. SEV vil sleppa at byggja 13 myllur í Húsahaga, og Røkt hevur søkt um loyvi at byggja 13 myllur í Hoyvíkshaganum. Býráðið samtykti einmælt í gjárkvøldið at lata treytað byggiloyvi. Vinna útbjóðingina Treytirnar eru millum aðrar, at ávikavist SEV og Røkt vinna útbjóðingina hjá Jarðfeingi um myllurnar, at aðrir myndugleikar góðkenna byggingarnar, og at myllurnar ikki dálka drekkivatnið í kommununi. Freistin hjá Jarðfeingi at bjóða upp á loyvini at byggja myllur í Húsahaga ella øðrum hóskandi staði er úti mánadagin. Tær 26 myllurnar, søkt er um loyvi til, eru av slagnum Enercon og 45 metrar høgar upp til navið. Veingjaspennið er 44 metrar. Meirvirðisgjaldið verður nú strikað, tá leigubústaðir verða bygdir. Tað ætlar Fíggjarmálaráðið, sum hevur sent eitt lógaruppskot til hoyringar um at broyta lógina um meirvirðisgjald. Lógin skal virka frá 1.januar í ár, tí nakrar byggiverkætlanir hjá nýggja Bústaðafelagnum, Bústaðir, eru longu farnar í gongd. Tí skal meirvirðisgjaldið fyri hesa byggingina eisini endurgjaldast. Lógarbroytingin verður tó bara galdandi í fýra ár, til og við 2015. Hetta er gjørt fyri at seta gongd á byggingina sum skjótast, sigur Fíggjarmálaráðið. Skal verða liðugt í 2020 Treytin fyri at fáa meirvirðisgjaldið aftur frá landinum er, at byggingin skal vera liðug í seinasta lagi nýggjársaftan í 2020. Fyri at fáa meirvirðisgjaldið aftur, skulu minst tríggir leigubústaðir vera í hvørjari byggiætlan. Og minst ein av trimum íbúðum skal vera atkomilig og nýtilig hjá fólki í koyristóli. Lógarbroytingin verður eisini galdandi fyri lestrarbústaðir. Endamálið við uppskotinum er at javnseta eigarabústaðir og leigubústaðir. Lógarbroytingin er mett at kosta landskassanum 16 milliónir krónur. um árið, sigur Fíggjarmálaráðið. Fíggjarmálaráðið sigur, at verður broytingin ikki samtykt, verður minni bygt. Kreativar loysnir Nakrir leigubústaðir høvdu allarhelst verið bygdir við heldur kreativum loysnum, har kommunurnar í fyrstu atløgu standa fyri byggiverkætlanunum og fáa 75 prosent av inngangandi meirvirðisgjaldinum afturgoldin úr landskassanum. Fíggjarmálaráðið hevur mælt frá slíkum loysnum, tí hetta var ikki ætlanin við skipanini, har kommunurnar fáa 75 prosent av inngangandi meirvirðisgjaldinum afturgoldin úr landskassanum. Samstundis er ætlanin hjá Fíggjarmálaráðnum at leingja ásetingina, sum frítekur íløgur í ikki vinnuligt og almannagagnligt frítíðarvirksemi fyri meirvirðisgjald, til 31.desember 2015. Hon fer annars úr gildi 31.desember í ár. Løgtingið hevur fyri løtu síðani endaliga samtykt, at Landsbankin verður tikin av 1. apríl næsta ár. Orðaskiftið við triðju viðgerð vardi í slakar fýra tímar. Andstøðan bað um at fáa málið um avtaka Landsbankan og hini trý málini, sum hava samband við avtøkuna, aftur í nevnd, men tað varð felt. Tá atkvøtt varð við triðju viðgerð, fingu øll fýra málini 19 atkvøður. 14 atkvøður vóru ímóti. Undir viðgerðini nevndu andstøðutinglimir, at ætlanin er at leggja uppskot fyri tingið um vegleiðandi atkvøðu, um Landsbankin skal takast av ella ikki. Fær uppskotið undirtøku, skal fólkaatkvøðan haldast, áðrenn lógin um at avtaka Landsbankan kemur í gildi 1. apríl. Føroya Kærustovnur hevur fingið fleiri kærur um avgerðina hjá Tvøroyrar býráð um at fylla út í bátahylin, so Varðin Pelagic kann tvífalda frystiorkuna. Kærurnar snúgva seg um, at friðaðu bygningarnir á havnalagnum á Tvøroyri koma ikki til sín rætt. Tvøroyrar býráð er farið undir at fylla út, hóast kærurnar ikki eru avgreiddar. Tað kann býráðið, tí eingin kærari hevur biðið um steðgandi virknað. Viðgera kæruna Í gjár fekk Kærustovnurin eina kæru aftrat, har biðið verður um steðgandi virknað. Og henda kæran verður nú viðgjørd, upplýsir stjórin á Kærustovninum, Anja Hovgaard. Kærunevndin í lendismálum skal eftir ætlan hava fund 10. januar, men kanska verður fundurin at viðgera seinastu klaguna fyri jól. Ingun Eiriksdóttir, forkvinna í Kærunevndini í endismálum sigur, at tað er Kærustovnurin, sum tekur sær av øllum viðurskiftum, tá talan er um klagur, og metir Kærustovnurin at neyðugt er at kalla Kærunevndina í endismálum saman, so verður tað gjørt. Meir vil hon ikki siga um málið. Anja Hovgaard sigur, at fleiri kærur eru komnar um útbyggingina á havnalagnum á Tvøroyri, men kæran, sum kom í gjár, er tann fyrsta, har biðið verður um steðgandi virknað. Og tí er støðan í málinum broytt. Kærustovnurin skal hoyra allar partar, áðrenn støða verður tikin til at kalla Kærunevndina í lendismálum saman, og um tað verður gjørt, er ikki greitt enn, sigur Anja Hovgaard. Varðin Pelagic bíðar Samstundis bíðar Varðin Pelagic eftir at byggja út, so frystiorkan kann økjast. Bogi Jacobsen, stjóri sigur, at sum er tekur frystigoymslan 6.000 tons, og ætlanuin er at tvífalda frystiorkuna upp í 12.000 tons. Tað er neyðugt fyri at stýra virkseminum, sigur hann. At frystiorkan er so lítil, hevur millum annað havt við sær, at Varðin Pelagic hevur havt fyri neyðini at leiga frystiorku í Hollandi. Tað kostar felagnum milliónir av krónum. Um virkið ikki kann stýra virkseminum, so er vandi fyri, at fiskurin verður seldur bíligari enn neyðugt, sigur Bogi Jacobsen. Tí hevur virkið stóran tørv á størri frystigoymslu. Bogi Jacobsen sigur, at sjálvandi kann eitt frystihús byggjast aðrastaðni, men so skal fiskurin flytast, og tá kann skjótt gerast um stórar útreiðslur. 18 fakfeløg skrivaðu fyrrapartin undir sáttmála um at keypa helvtina av partabrøvunum í Føroya Lívstrygging fyri 35 milliónir krónur. Samstundis fær Ognarfelagið Lív, sum umboðar allar tryggingartakarar í Lív, hina helvtina handaða frá landsstýrinum. Tryggingareftirlitið og avvarðandi myndugleikar skulu góðkenna keypið. Góða pensjón Fakfelagsbólkurin, sum hevur samráðst um keypið, sigur, at endamáliðer at tryggja limunum so góða pensjónsavtalu sum til ber, og at umsitingin verður so bílig sum til ber. Poul Christoffur Thomassen, fráfarandi stjóri í Lív, sigur, at Lív fær nú í veruleikanum teir hóskligastu eigararnar. Vit hava altíð virkað sum eitt felag, ið kundarnir eiga, og nú verða fomligu eigararnir kundarnir sjálvir. Tí kunnu vit siga, at óvissan um framtiðarstøðu felagsins nú fær best hugsandi enda, sigur Poul Christoffur Thomassen. 1. januar tekur Jan Jakobsen við sum stjóri í Lív. 17 feløg keypa Feløgini, sum keypa helvtina av Lív, eru hesi Heilsurøktarfelagið Maskinmeistarafelagið Bioanalytikarafelagið Føroya Tekniska Lærarafelag Musikklærarafelagið Ergoterapeutfelagið Arkitektafelag Føroya Ljósmøðrafelagið Fysioterapetufelagið Kost og Føðslufelag Føroya Føroya Handverkarafelag S ogK felagið Heilsuhjálparafelag Føroya Føroya Pedagogfelagið Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar Starvsmannafelagið Føroya Skipara og Navigatørfelag Felagið fyri radiografar í Føroyum Mikkjal Helmsdal, rektari á Føroya Studentaskúla og HF skeiði og limur í bygginevndini fyri Marknagilsdepilin, ávarar nú ímóti at steðga Marknagilsdeplinum, og í staðin brúka peningin til at bøta um verandi miðnámsskúlar og at útbyggja Fróðskaparsetrið. At sleppa Marknagilsdeplinum nú og aftur senda miðnámsskúlarnar í høvuðsstaðnum út í fleiri áratíggju við vánaligum og ótíðarhóskandi arbei aring skarmum, er rætt og slætt útbúgvarpolitiskt vitloysi, sigur Mikkjal Helmsdal. Tveita peningin burtur Hann sigur, at miðnámsskúlarnir eru í so ringum standi, at tað er tað sama sum at tveir pengarnar burtur at nýta 200 milliónir krónur. at umvæla og umbyggja teir. Sama hvussu nógvur peningur verður nýttur í verandi karmar hjá Tekniska skúla og Studentaskúlanum, fæst ongantíð ein góð ella nýtlig loysn burturúr. Nú ber ikki til at venda aftur. Tað er eingin vegur uttan um at byggja Marknagilsdepilin, sigur Mikkjal Helmsdal. Løgtingið skyldina Hann sigur, at av teimum 70 milliónum krónunum, ið verkætlanin í løtuni kostar meiri, enn løgtingið ásetti í 2008, stava 39 milliónir frá tingsins egnu avgerðum um at útseta Marknagilsdepilin frá 2013 til 2016, sum nú er ásett í íløgukarminum. Hesar 39 milliónirnar eigur løgtingið eftir mínum tykki at játta verkætlanini. Tær írestandi 31 milliónir krónurnar mugu so sparingar finnast fyri í samstarvi millum bygginevndina, verkætlanarleiðsluna og fyritøkurnar, ið eru knýttar at byggingini, sigur Mikkjal Helmsdal, rektari og limur í bygginevndini fyri Marknagilsdepilin. Tað hevur onga ávirkan á sakarmálið móti gamla Eik Banka, at grannskoðaravirkið NOTA, sum er saksøkt, hevur lagt saman við Inpact í nýggja virkinum Januar. Tað sigur sakførarin hjá Fíggjarligum støðufesti, Carsten Fode, við Útvarpið. Fíggjarligt støðufesti hevur stevnt teimum, sum stóðu á odda fyri Eik í Føroyum og í Danmark, eftir endurgjaldi, tí Fíggjarligt støðufesti noyddist at bjarga Eik undan húsagangi síðst í september í 2010. Skulu svara stevningini Carsten Fode sigur, at hann fær ikki sagt nakað um sakarmálið, fyrr enn teir saksøktu hava svarað stevningini. Teir hava søkt um at fáa fría rættargongd, og bíðað verður eftir tí, sigur Carsten Fode. Carsten Fode gjørdi eina kanning um Eik. Tá hon kom, helt Fíggjarligt støðufesti, at grundarlag var fyri at stevna eftir endurgjaldi. Carsten Fode væntar, at rættarmálið verður viðgjørt í Føroya rætti. Nær tað verður, er ógjørligt at siga nú, sigur hann. Men hann vónar, at tað verður skjótt. Á tingfundinum fyrrapartin fer løgtingið endaliga at samtykkja, at Landsbankin verður stongdur 1.apríl næsta ár. Sambært samgonguni verður Landsbankin tikin av fyri at rasjonalisera og spara. Andstøðan finst hvassliga at avgerðini, tí hon beinir fyri allari óheftari búskaparfrøðiligari ráðgeving hjá landsstýrinum. Harafturat er eingin sparing í avgerðini, sigur andstøðan í løgtinginum. Tjóðveldið hevur boðað frá, at eitt tað fyrsta, flokkurin ger, tá hann kemur aftur í samgongu, verður at endurstovna Landsbankan. 12 fólk arbeiða í Landsbankanum. Sambært samgonguni missir eingin teirra arbeiðið. Tey fáa onnur størv, tá Landsbankin letur aftur. Tað kostar TAKS nógv, at peningastovnarnir fyri tveimum árum síðani fluttu sínar KT skipanir frá Elektron til SDC í Danmark. Meirkostnaðurin hjá TAKS er 1,9 milliónir krónur. um árið. Men TAKS hevur sent ein part av rokningini, 500.000 krónur., víðari til grunnar og onnur, sum TAKS arbeiðir fyri. Eisini næsta ár og í 2014 hevur TAKS brúk fyri fleiri pengum til KT rakstur, tí kostnaðurin fór úr 5 upp í 6,9 milliónir krónur., tá peningastovnarnir fluttu frá Elektron til SDC. Hetta sæst í álitinum hjá Fíggjarnevndini um fíggjarlógina fyri 2013. Hægri KT játtan Har stendur, at TAKS fær hægri KT játtan í 2013 og 2014, tó ikki 1,4 milliónir, sum eru netto meirútreiðslurnar, men eina millión, tí Elektron væntandi letur 400.000 krónur. í avsláttri í eykarokningini. Fíggjarnevndin sigur eisini, at TAKS hevur fleiri ferðir roynt at fáa pengar til at flyta kjarnuskipanina frá gamla og dýra pallinum yvir á nýggjari og bíligari pall. Mett verður, at ein tílík umlegging sparir TAKS 4 milliónir krónur. um árið, tá hon er liðug. Men umleggingin kostar nógv, sambært álitinum hjá Fíggjarnevndini. Ein millión og 450.000 krónur. eru brúktar, og síðani er brúk fyri 5 milliónum úr landskassanum í 2013 og 2014 og 4 milliónum í 2015. Parturin hjá peningstovnunum er 7,5 milliónir, og TAKS rindar eina millión av egnari KT játtan. Vinnunevndin og Fíggjarnevndin hjá løgtinginum fara í morgun at viðgera uppskotini hjá Fiskimálaráðnum og Fíggjarmálaráðnum, sum skulu geva landskassanum 120 milliónir krónur. næsta ár. Makrelurin skal geva 107 milliónir, og eykaskattur upp á 2,5 prosent á feløg í fiskivinnuni og alivinnuni, sum hava vinning oman fyri eina millión, skal geva 13 milliónir ætlar landsstýrið. Feløg fingið fundarboð Vinnunevndin hevur biðið Búskaparráðið, Fiskivinnuráðið, Vinnuhúsið, Felagið Nótaskip, Fiskimannafelagið og landsstýrismannin í fiskivinnumálum koma á fundin í dag. Neyðugt er at avgreiða hesi bæði málini, áðrenn fíggjarlógin verður endaliga avgreidd, tí løgtingið hevur longu tikið tær 120 milliónir við í fíggjarlógina fyri 2013. Fíggjarnevndin hevur eisini átta onnur mál á skránni í morgun. Atlantic Petroleum boðar í dag frá, at felagið hevur gjørt avtalu um at keypa 25 prosent av olju og gassleiðunum Orlando og Kells frá bretska felagnum Iona Energy Company Limited. Atlantic Petroleum keypir seg inn í leiðirnar fyri eitt grundgjald, sum er 34 milliónirdollarar, tað eru umleið 194 milliónir krónur í okkara peningi. Av hesum skulu 3,4 milliónirdollarar gjaldast í trygd beinanvegin, og restin, 30,6 milliónirdollarar, tá avtalan endaliga er er gjørd. Keypið skal góðkennast Treytað av, at handilin verður góðkendur, hevur Atlantic Petroleum boðað Iona frá, at felagið bindur seg til at fíggja sín part av útbyggingunum av Orlando og Kells, og vil veita neyðuga fíggjarliga trygd mótvegis bretsku myndugleikunum, soleiðis at útbyggingarætlanin verður góðkend. Keypsavtalan er treytað av, at bretsku myndugleikarnir góðkenna hana. Góðkenningin kemur væntandi í januar í komandi ári, sigur Atlantic Petroleum. Ben Arabo, stjóri í Atlantic Petroleum, sigur, at hetta er eitt stórt stig hjá felagnum at vaksa um oljuframleiðsluna næstu árini. Gongst sum ætlað verður farið undir arbeiðið at gera Saltsiloina á Drelnes til mentunarhús í vár. ætlanin er at gera sáttmála við byggifelagið í februar, so arbeiðið kann byrja í mars, sigur Ólavur Rasmussen, formaður í grunninum, sum stendur fyri verkætlanini, við Dimmalætting. Talan er um endurbygging og nýbygging upp á 2800 fermetrar. Herfyri varð tekjan tikin av gomlu saltsiloini og gamla byggitilfarið ruddað burtur. Saltsilogrunnurin hevur 58 milliónir krónur til arbeiðið, 20 milliónir úr landskassanum, 20 milliónir úr Maersk grunninum og 18 milliónir úr Ríkiskassanum. Tá Saltsiloin er liðug, skal hon brúkast sum altjóða lista og tónleikahús. Smyril Line og Strandfaraskip landsins hava gjørt sáttmála um, at Norrøna skal sigla fyri Smyril á Suðuroyarleiðini í ein mánað næsta vár, tá Smyril skal í dokk. Nørrøna skal sigla millum 18.februar og 21.mars. Siglt verður til Vágs, har sum tveir pullartar skulu gerast, so Norrøna fær ligið har. Leiga farmaskip Meðan Norrøna siglir fyri Smyril, leigar Smyril Line eitt annað skip, sum tó bara tekur 12 ferðafólk, tí tað er eitt farmaskip. Rúni Vang Poulsen, stjóri á Smyril Line, sigur, at væntandi fer Norrøna at sigla eftir ferðaætlanini hjá Smyrli. Men, sigur hann, vit sigla sum vit verða bidnir at gera, sigur hann. Tað var ikki eitt samt býráð í Klaksvík, sum í fyrrakvøldið gjørdi av at keypa KÍ høllina og Badmintonhøllina frá Norðoya Sparikassa fyri 14,8 milliónir krónur. Klaksvíkar Býrað hevur í eina tíð samráðst við Norðoya Sparikassa um hallirnar, tí tær fáa ikki endarnar at røkka saman, og tí mátti okkurt gerast. Skuldin er tilsamans 17,7 milliónir krónur. Arbeitt varð við tveimum møguleikum. Annar var, at Klaksvíkar kommuna skuldi yvirtaka hallirnar, sum kommunan síðani fær ábyrgdina av. Hin var at stovna sjálvsognarfeløg, sum skuldu standa fyri og reka hallirnar, og kommunan skuldi vera ein partur av tí loysnini, uttan kortini at eiga hallirnar. Sparikassin avskrivar Samráðingarnar førdu til, at semja varð gjørd um, at kommunan skuldi yvirtaka hallirnar, og Norðoya Sparikassi gjørdi av at avskriva slakar tríggjar milliónir krónur., so hallirnar kundu yvirtakast fyri 14,8 milliónir krónur. Málið var fyri á afturlatnum fundi í fyrrakvøldið, og har samtykti ein meiriluti av býráðnum at keypa hallirnar. Av tí at málið hevur verið viðgjørt á afturlatnum fundi, ber ikki til at fáa at vita, hvør ella hvørjir býráðslimir vóru ímóti at keypa hallirnar. Eitt er at kommunan nú keypir hallirnar. Annað er, at neyðugt er við stórum umvælingum, sum tilsamans fara at kosta einar níggju milliónir krónur. Tekjurnar illa farnar Takið á báðum hallunum er illa farið, og tað skal helst gerast sum skjótast. Ein meting vísir, at tað fer at kosta millum tríggjar og fýra miljónir krónur. at umvæla tekjurnar. Býráðsfundurin í Klaksvík í fyrrakvøldið var tann seinasti hjá sitandi býráð, og tí verður hallarmálið ikki endaliga avgreitt fyrr enn í nýggja árinum, tá mýggja býráðið hevur tikið við. Neyðugt at læna Fíggjarætlanin fyri 2013 er samtykt, og tí verður neyðugt hjá kommununi at taka lán at keypa hallirnar. Og verður gjørt av at umvæla tær alt fyri eitt, so má lán eisini takast til tað. Tí kunnu hallirnar tilsamans fara at kosta kommununi einar 25 milliónir krónur. Skuldin hjá Klaksvíkar kommunu er nakað niðan fyri eina álíkning, men skulu 25 milliónir krónur. takast í láni til hallirnar, so verður samlaða skuldin umleið eina álíkning. Haraftrat skal kommunan reka hallirnar í framtíðini, og tað fer eisini at tyngja raksturin. Við 17 atkvøðum varð fíggjarlógin fyri 2013 samtykt í løgtinginum í gjárkvøldið. Allar broytingarnar hjá meirilutanum í Fíggjarnevndini blivu samtyktar í einum høggi og eingin hjá minnilutanum. Atkvøtt varð ikki um hvørja grein ella kontu sær. Hallið í fíggjarlógini, nú uppskotið hjá landsstýrinum er broytt, verður 242,2 milliónir krónur., 136 milliónir minni enn í uppskotinum hjá landsstýrinum Minni játtan til Skúladepilin 134 milliónir eru ov nógv til skúladepilin við Marknagil, so nógv verður ikki brúkt næsta ár. Tað sigur løgtingið, sum tók 18,5 milliónir krónur. av aftur tí, sum landsstýrið bað um. 74 milliónir leypa av í ár. Tær verða fluttar til næsta ár, og saman við tí, sum landsstýrið ætlaði at játta næsta ár, høvdu 134 milliónir verið tøkar til skúladepilin í 2013. Alment reiðarí Løgtingið tók í gjár fyrsta stigið móti einum almennum reiðaríi við at flyta tær 10,4 milliónirnar, sum eru settar av til skiparaksturin hjá Fiskiveiðueftirlitinum, til eina nýggja kontu. Fæst semja millum kommunurnar og Almannamálaráðið um fíggjarliga býtið, eru 4 milliónir krónur. tøkar í landskassanum til at høvuðsumvæla Ellis og røktarheimið í Vágum. Játtanin til at byggja vardar bústaðir í Norðoyggjum og Eysturoynni til fólk við serligum tørvi minkar 8,1 milliónir krónur. Løgtingið hevur givið Landsverki 16, 5 milliónir krónur. afturat, sjey milliónir til vegin oman fyri Skálafjørð og tríggjar milliónir til ferðslutrygdina við íbindingina við Sjógv í Kollafirði. Og hálv fjórða millión fer til annan munnan í Hovstunlinum, sum Landsverk noyðist at gjalda, eftir at hava tapt trætu um tað arbeiðið í gerðarrætti. Til at umvæla botnin við ferjuleguna á Krambatanga eru tvær milliónir, og ein millión er til at betra atløguviðurskiftini í Svínoy. Ferðaavgjaldið lækkar Tað fer at kosta minni at sleppa úr Føroyum. Løgtingið hevur samtykt at taka 18,75 prosent, tríggjar milliónir, av teimum 16 milliónunum, sum landsstýrið væntaði sær í ferðaavgjaldi næsta ár. Ferðaavgjaldið er 120 krónur. fyri hvønn ferðaseðil úr Føroyum. Fara 18,75 prosent av gjaldinum, fer tað niður í 97,50 krónur. Nógvar aðrar broytingar eru, millum annað fær Akstovan 425.000 krónur. afturat til raksturin og eina millión til at leiga eina høll í Saltangará, so til ber at sýna lastbilar og aðrar stórar bilar har. Semingsstovnurin fær 300.000 krónur. minni, tí ikki verður brúk fyri so nógvum semingsroyndum næsta ár. Barsilsskipanin skal brúka fimm milliónir krónur minni næsta ár, vísa nýggjar framrokningar, og tí minkar játtanin. Løgtingið heldur, at vinnan eigur at vera meira við í vinnuligari gransking, og hevur tí tikið hálva millión av játtanini til havbúnaðarroyndir. Men Heilsufrøðiliga Starvsstovan fær hálva millión afturat, so hon betur fær hjálpt útflutningsvinnuni at sleppa á marknaðir í triðjalondum. Ein millión minni er til lestrarlán, tí lánstreytirnar eftir loknan lestur verða herdar. Kringvarpið fær 1,9 krónur. úr landskassanum. Sendistovurnar eiga at taka pengar fyri tær tænastur, tær veita, og tað hevur løgtingið sett til hálva millión í inntøkum næsta ár. Talv, bridge og sjúkraflutningur Tey, sum telva og tey, sum spæla bridge, kunnu fegnast, tí tey fáa 200.000 krónur. afturat. Landssjúkrahúsið fær 400.000 krónur. til sjúkraflutning úr Sandoynni, og Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark fær 100.000 krónur. afturat. Og 200.000 krónur. eru til eitt Fountain hús, sum skal vera arbeiðstilboð til fólk, sum eru sálarsjúk ella hava sálarligar trupulleikar. Pengarnir verða tikin av játtanini til endurmenning. Hjálparfelagsskapurin KRIS fær 100.000 krónur., og ein hálv millión er til børn við menningartarni á Sandoynni. Fíggjarlógin skal hava eina viðgerð afturat í løgtinginum. Um nøkur ár fara ómannað flogfør sokallaðir brummarar at vera við í eftirlitinum av havleiðunum kring Føroyar og Grønland. Tað sigur danski verjumálaráðharrin, Nick Hækkerup, sambært Ritzau tíðindastovuni. Danski ráðharrin er í løtuni á vitjan í Avstralia og Nýsælandi fyri at kanna, hvussu londini har gera í teirra eftirliti á havleiðunum. Risastórt havøki So hvørt sum ísurin við Grønland bráðnar, gevur hetta nýggjar møguleikar og nýggjar avbjóðingar. Skipaferðslan veksur, og tað mugu vit hava eina støðu til, sigur Nick Hækkerup. Danski verjumálaráðharrin vísir á, at Danmark nú verður eitt av londunum, ið hava eitt risastórt havøki at ansa eftir. Tí leitar hann sær nú ráð í Avstralia og Nýsælandi. Og har verða ómannað flogfør brúkt at halda eyga við havleiðunum. Danska verjumálaráðið hevur longu bílagt eitt nýtt verjuskip, og pengar eru eisini settir av til at keypa eftirlitstyrlur til skipini. Løgtingið fer fyrrapartin at viðgera eitt uppskot um at strika mótrokningina millum hjúnafelagar, har annar ikki er fólkapensjónistur. Eftir galdandi lóg verður inntøka hjá hjúnafelaga, ið er á arbeiðsmarknaðinum, mótoknað í pensjónini hjá fólkapensjónistinum. Tí fær pensjónisturin í ringasta føri bert útgoldið goldið grundarupphædd og úr Samhaldsfasta. Ikki roknað upp í inntøkugrundarlagið Sambært lógaruppskotinum verður inntøka hjá hjúnafelaga, sum ikki er pensjónistur, ikki roknað upp í inntøkugrundarlagið hjá pensjónistinum, tá vanliga viðbótin verður roknað út. Í framtíðini verður bert mótroknað í inntøku hjá hjúnafelaga, um bæði eru pensjónistar. Annika Olsen, landsstýriskvinna, sum hevur lagt uppskotið fram, sigur, at tað skal ikki vera ein fíggjarligur vansi hjá hjúnum, at annar parturin framvegis er á arbeiðsmarknaðinum. Lógarbroytingin skal eftir ætlan koma í gildi 1. juli. Landsbankin verður niðurlagdur sum stovnur 1. apríl. Við 16 atkvøðum fyri og 12 ímóti samtykti løgtingið í gjárkvøldið, at Landsbankin skal takast av. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, skeyt upp, at lógin skuldi koma í gildi á nýggjárinum, men meirilutin í fíggjarnevndin broytti dagfestingina til 1. apríl, og tað varð samtykt. Málið skal hava eina viðgerð afturat í løgtinginum, áðrenn avgerðin er endalig. Vildu hava málið útsett Áðrenn farið varð undir 2. viðgerð, royndi andstøðan at útseta málið við teirri grundgeving, at tingið allan dagin hevði havt fíggjarlógina til viðgerðar. Men formansskapurin tók ikki áheitanina til eftirtektar. Eisini varð ein roynd gjørd at beina málið aftur í nevnd, men tað uppskotið var felt. Við 17 atkvøðum varð fíggjarlógin fyri 2013 samtykt í løgtinginum í gjárkvøldið. Einki av tí, sum andstøðan skeyt upp, vann frama. Atkvøtt varð um allar broytingarnar í einum. Tað fekk Henrik Old í Javnaðarflokkinum at finnast at mannagongdini. Hann vildi sleppa at atkvøða fyri hvørjum broytingaruppskoti sær, so hann slapp at atkvøða fyri tí, sum hann tekur undir við. Hann segði seg hava verið við til at atkvøða 114 ferðir um eitt fíggarlógaruppskot. Løgtingsformaðurin, Jógvan á Lakjuni, vildi ikki broyta mannagongdina. Og eingin hevði frammanundan skrivliga biðið um atkvøðugreiðslu um hvørja kontu sær í fíggjarlógini, segði hann. Meirilutauppskotini samtykt Síðani varð atkvøtt um broytingarnar hjá meirilutanum í Fíggjarnevndini, samgonguni, eisini í einum høggi. 17 vóru fyri og 11 ímóti. Fíggjarlógin skal hava eina viðgerð afturat, og hon verður væntandi í morgin. Hallið á fíggjarlógini, nú uppskotið hjá landsstýrinum er broytt, verður 242,2 milliónir krónur., 136 milliónir minni enn í uppskotinum hjá landsstýrinum. Tilfeingisglad frá makrelinum og eykaskattur á fiskivinnu og alivinnu skulu geva 120 milliónir í 2013, og heildarveitingin úr ríkiskassanum hækkar góðar átta milliónir krónur. Meirilutin í Fíggjarnevndini gjørdi eisini sparingar fyri 11 milliónir krónur í uppskotinum hjá landsstýrinum. Klaksvíkar kommuna yvirtekur nú báðar ítróttarhallirnar í Klaksvík, KÍ høllina og Badmintonhøllina. Avtalan, sum er gjørd við Norðoya Sparikassa, sigur, at kommunan fær hallirnar fyri 14,8 millónir krónur. Samlaða skuldin í hallunum var 17,7 millónir krónur., og sostatt avskrivar Norðoya Sparikassi slakar tríggjar milliónir krónur. Kommunan hevur verið í samráðingum við Norðoya Sparikassa um at yvirtaka hallirnar, og herfyri var ein avtala komin undir land. Málið hevur verið viðgjørt á fleiri býráðsfundum fyri afturlatnum hurðum og tí hevur einki verið at frætta um avtaluna. Ein viðgerð afturat Á býráðsfundinum, sum var tann seinasti í hesum árinum, var semjan aftur umrødd, og tá samtykti kommunan at yvirtaka hallirnar fyri 14,8 millónir krónur. Umframt at yvirtaka hallirnar, má kommunan gera stórar umvælingar, og ætlanin at tær skulu gerast yvir nøkur ár. Av tí at talan er um eina eykajáttan, skal keypið hava eina viðgerð í býráðnum aftrat, og tað verður fyrst í nýggja árinum. Hóast Klaksvíkar kommuna nú skal gjalda 14,8 millónir krónur. fyri at yvirtaka hallirnar, verður skuldin hjá kommununi framvegis einar 10 millónir krónur., sum er undir eina álíkning. Mentamálaráðið viðger støðuna um karakterirnar, sum næmingarnir í 9. flokki í Stranda skúla fingu í summar. Poul Gert Hansen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum, sigur, at Mentamálaráðið í juli fekk ein fyrispurning um málið, eftir at leiðslan í Stranda skúla broytti karakterirnar hjá fleiri næmingum, soleiðis at karakterirnir blivu munandi betri. Lærarin gav fleiri næmingum 03, tí teir møttu ikki til undirvísing, men leiðslan gav teimum eitt 9 tal. Hans Petur Jacobsen, stjóri í Stranda skúla, vil ikki gera viðmerkingar til málið. Tað vil formaðurin í Føroya Lærarafelag, Herálvur Jacobsen, heldur ikki, meðan málið verður viðgjørt í Mentamálaráðnum. Aðalstjórin harmast Poul Gert Hansen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum, sigur seg harmast um, at viðgerðin í Mentamálaráðnum hevur tikið so drúgva tíð. Men hann leggur dent á, at málið kom óvart á tey í Mentamálaráðnum, og tí gjørdi ráðið av at kanna málið. Tí eru allir partar spurdir í málinum. Málið verður nú viðgjørt í Mentamálaráðnum, og um ikki so langa tíð kemur Mentamálaráðið við sínari niðurstøðu, sigur Poul Gert Hansen, aðalstjóri. Miðalvektin á toskinum í Barentshavinum er vaksin eitt kilo úr 2,2 kilo í 2007 upp í 3,2 kilo í 2011. Og toskurin fer at viga enn meiri, sambært frágreiðingini Atlantic Cod hjá íslendsku fyritøkuni Marko Partners. Norsku havstovan í Bergen væntar, at miðalvektin á toskinum verður 3,63 kilo í í ár og 4,08 kilo í 2013. Kann gerast ein trupulleiki Fiskivinnuheimasíðan Undercurrent News endurgevur keldur, sum siga, at stóri toskurin kann gerst ein trupulleiki hjá norsku og russisku vinnuni. Orsøkin er, at tann stóri toskurin oftast fer til saltingar, og stóru saltfiskamarknaðirnir Portugal og Spania eru ikki so væl fyri í dag. Hjá føroysku trolarunum í Barentshavinum hevur støddin ikki líka nógv at siga. Hanus Hansen, reiðari á Gadusi, sigur, at meginparturin av teirra fiski endar á bretska fish oghips marknaðinum. Prísurin lækkar Reiðaríið hevur tó merkt, at prísurin á toski lækkar, og vánirnar fyri 2013 eru, at prísurin lækkar helst uppaftur meiri, tí toskakvotan í Barentshavinum er vaksin 30 prosent. Um eitt ár verður farið undir at bora nýggja tunnilin til Viðareiðis. Tað upplýsti Kári P. Højgaard, landsstýrismaður við samferðslumálum fyri tinginum fyrrapartin, tá ófráboðaðir spurningar vóru á skránni. Bjóða út í vár Hann varð spurdur, hvussu arbeiðið gongur, og landsstýrismaðurin segði, at projekteringin av tunnlinum helst verður liðug nú um ársskiftið. Í vár er ætlanin at bjóða arbeiðið út, soleiðis at tilboðini eru komin inn, áðrenn farið verður í summarfrí. Tunnilin og nýggi vegurin til Viðareiðis verða mettir at kosta tilsamans 150 milliónir krónur. Hóast bert tríggjar milliónir krónur eru settar av á fíggjarlógini fyri næsta ár, so vónar landsstýrismaðurin, at arbeiðið kann byrja við ársenda næsta ár. Løgtingið er farið undir aðru viðgerð at uppskotinum til fíggjarlóg fyri næsta ár. Fíggjarnevndin hevur viðgjørt fíggjarlógaruppskotið hjá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, á 13 fundum, og legði fram álit í gjár. Nevndin hevur býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta. Hallið minkar 136 milliónir krónur. Meirilutin, sum er umboðini hjá samgonguflokkunum, mælir til at lækka hallið á fíggjarlógini 136 milliónir krónur., niður í 242 milliónir krónur., tí landsstýrið hevur boðað frá størri tilfeingisgjaldi og skatti. Minnilutin, Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin, sigur, at hallið á fíggjarlógini fer niður í 153 milliónir krónur., um hansara uppskot verður samtykt. Minnilutin mælir millum annað til at broyta skattaskipanina. Onnur viðgerð av fíggjarlógini plagar at taka nakrar tímar, men væntandi verður atkvøtt í málinum seinni í dag. Løgtingið hevur endaliga samtykt uppskotið frá Karsteni Hansen, landsstýrismanni, um at broyta gjaldið til Heilsutrygd. Við triðju viðgerð vóru 22 atkvøður fyri, fimm vóru ímóti, og fimm atkvøður vóru blankar. Í løtuni rinda 18 ár og eldri 265 krónur um mánaðin, ella tilsamans 3.180 krónur. um árið. Men 1. januar skulu hesi gjalda 160 krónur um mánaðin í heilsutrygdargjaldi, og so 0,55 prosent afturat av skattskyldugu lønini. 115,6 milliónir krónur. Heilsumálaráðið hevur roknað út, at tær 160 krónurnar geva 68,9 millónir krónur. og tey 0,55 prosentini 46,7 milliónir næsta ár, ella tilsamans 115,6 milliónir krónur. Nýggja innkrevjingin kostar Taks eina slaka millión, sum Taks fær frá Heilsutrygd. Broytingin hevur við sær, at tey, sum forvinna 229.000 krónur. um árið, fara at gjalda minni, men tey, sum forvinna meiri, fara at gjalda meiri í heilsutrygdargjaldi. Eitt yvirlit frá Heilsumálaráðnum vísir, at hevur tú onga skattskylduga inntøku, skalt tú rinda 1920 krónur í heilustrygdargjaldi um árið. Tað eru 1260 krónur færri enn nú. Forvinnur tú til dømis 350.000 krónur., skal tú rinda 665 krónur. meiri um árið, og er skattskylduga inntøkan ein millión um árið, hækkar heilsutrygdargjaldið 4.240 krónur. Tey, sum forvinna tvær milliónir krónur. um árið, skulu rinda 12.920 krónur. til Heilsutrygd, og tað eru 9.740 krónur. meiri enn eftir galdandi skipan. Ákæruvaldið fyrireikar í løtuni revsimálið móti einum 20 ára gomlum manni, sum í fimm førum er skuldsettur fyri neyðtøkuroynd í Havn. Maðurin varð handtikin 5. februar í fjør og skuldsettur fyri neyðtøkuroynd í Viðarlundini, við Gundadalshøllina, aftan fyri gomlu politistøðina í Havn, við SMS og í Tórsgøtu. Maðurin er mental og persónkannaður, og niðurstøðan hjá rættarlæknaráðnum er, at hann ikki var sinnissjúkur tá. 1. januar 2010 varð revsingin fyri neyðtøkuroynd, tað er har neyðtikna ikki kennir gerningsmannin, herd eitt ár og níggju mánaðir. Revsingin fyri neyðtøku er eisini herd, og er nú hálvt triðja ár. Endamálið við lógarbroytingini tykist fyrst og fremst vera at tryggja landskassanum inntøkur, heldur enn at vera grundað á langtíðar fiskivinnupolitisk atlit, millum annað um grundarlag er fyri at leggja gjøld á vinnuna, sigur Fiskivinnuráðið, sum fekk lógaruppskotið til hoyringar. Fiskivinnuráðið óttast fyri, at samsvarandi gjøld eisini verða løgd á onnur fiskasløg, um makrelkvotan minkar munandi. Slíkur búskaparpolitikkur er ikki í samsvari við tann fiskivinnupolitikk, sum kom til sjóndar í umrøðuni á Fiskivinnutinginum herfyri um at leggja avgjøld á óvanliga stóran vinning. Fiskivinnuráðið vísir á, at fortreytin fyri yvirhøvur at tosa um tilfeingisskatt ella tilfeingisgjøld er, at ein tilfeingisrenta er, at fiskiskapurin kastar nakað av sær. 107 milliónir krónur. Sambært uppskotinum hjá landsstýrinum skal makrelurin geva 107 milliónir krónur í tilfeingisgjaldi næsta ár.Tey, sum fiska makrel, skulu lata landskassanum 75 oyru í veiðigjaldi av hvørjum kilo. Skip, sum lata makrelin til útlendsk móttøkuskip ella selja hann uttanlands, skulu, eins og í ár, eisini rinda tvær krónur í avreiðingargjaldi næsta ár. Fiskivinnuráðið sigur, at tað als ikki er nøktandi at leggja eitt uppskot fyri tingið, har fíggjarligu avleiðingarnar fyri vinnuna ikki vera nærri viðgjørdar. Fiskimálaráðið, sum eigur uppskotið, sigur, at politiskt er uppskotið at skilja sum ein fyribils loysn til ein varandi loysn er funnin í sambandi við gjøld frá fiskivinnuni og alivinnuni. Væntar somu kvotu í ár Og Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, torir longu nú at staðfesta, at makrelkvotan hjá føroyskum skipum næsta ár verður á leið tann sama sum í ár. Í ár fekk landskassin 69 milliónir krónur. fyri makrelin. Fíggjarmálaráðið hevur harafturat eitt uppskot, sum skal geva 13 milliónir í tilfeingis og loyvisskatti næsta ár. Hálvt triðja prosent verður kravt av skattskyldugum inntøkum oman fyri eina millión hjá fiskivinnuni og alivinnuni. Hetta er eisini galdandi í 2011 og 2012. Uppskotini, sum skulu geva landskassanum 120 milliónir krónur í tilfeingisgjaldi næsta ár, eru nú løgd fyri tingið. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur lagt fram uppskot um tilfeingis og loyvisskatt, sum fyritøkur í fiskivinnuni og alivinnuni skulu gjalda. Í løtuni eru tað serliga uppsjóvarvinnan og alivinnan, ið geva góð úrslit, ið rinda meginpartin av hesum skattinum. Mett verður, at tilfeingis og loyvisskatturin fara at geva landskassanum 13 milliónir krónur. í inntøku næsta ár. 75 oyru í avgjaldi fyri makrel Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur skotið upp, at øll skip, sum fiska makrel, skulu gjalda 75 oyru í avgjaldi fyri kilo. Í ár vóru ymisk gjøld galdandi, men broytingin til eitt gjald skal byrgja fyri, at kvotur verða spjaddar á fleiri fiskifør, við tí endamálið at minka samlaða avgjaldið, sigur Fiskimálaráðið. Sambært uppskotinum skulu tvær krónur rindast í avgjaldi fyri kilo av makreli, sum útlendsk móttøkuskip taka ímóti, ella verða virkað uttanlands. 107 milliónir krónur. Avgjøldini á makrel verða mett at geva landskassanum 107 milliónir krónur. næsta ár. Enn er heildarkvota ikki sett á makrelin næsta ár, men Fiskimálaráðið væntar, at føroyska kvotan verður á leið tann sum í ár, tað er umleið 150.000 tons. Sostatt fara uppskotini um tilfeingis loyvisskatt og um avgjøld á makrelveiðina næsta ár at geva landskassanum tilsamans 120 milliónir krónur. Byggivinnan er framvegis ikki komin fyri seg, men skipasmiðjurnar og aðrar smiðjur hava framgongd. Tað vísa nýggjastu lønartølini, sum Hagstovan kunnger í dag. Higartil í ár hevur byggivinnan goldið 1,6 prosent minni í løn enn í fjør. Men skipasmiðjur og aðrar smiðjur hava goldið 19,6 prosent meira enn í fjør. Lønirnar í Føroyum eru 600 milliónir krónur. um mánaðin, og tað hava tær verið seinasta hálva árið. Men seinastu 12 mánaðirnar eru goldnar sjey milliardir krónur í lønum í Føroyum, 200 milliónir fleiri enn tíðarskeiðið frammanundan. Hagstovan og Ferðaráð Føroya hava gjørt avtalu um ferðafólkahagtøl. Tað hevur í fleiri ár verið ein trupulleiki hjá Ferðaráðnum, at ongi neyv hagtøl hava verið um ferðafólk. Hetta hevur gjørt tað torført at meta um, hvat íkast ferðavinnan gevur búskapinum, og um marknaðarføringarátøkini hjá ferðavinnnuni í Føroyum geva neyðugu úrslitini. Eftir nýggju samstarvsavtaluni fer Hagstovan at savna inn hagtøl um gistingina kring landið. Hagstovan hevur heimild at savna inn hagtølini við lóg um virksemi hjá Hagstovuni. Byrja á nýggjárinum Hendan skipan byrjar 1. januar næsta ár. Øll gistingarhús, kampingpláss og aðrir útleigarar skulu lata Hagstovuni hagtøl um vitjandi, hvørjum landi tey búgva í, og hvussu leingi tey gista. Við hesum upplýsingum fer at bera til at fylgja neyvt við, hvaðani ferðafólkini, sum gista í Føroyum, koma, og at fylgja við, hvussu ferðavinnan broytist frá ári til árs. Kringvarpið fær ikki tær 3,5 milliónirnar, sum landsstýrið bað um. Fíggjarnevndin hevur lækkað játtanina niður í 1,9 milliónir krónur. Bill Justinussen, sum umboðar Miðflokkin í Fíggjarnevndini, sigur við Portalin, at talan er um eina neyðsemju í samgonguni. Miðflokkurin vil ikki hava, at Kringvarpið fær hægri játtan, og so møttust við á leið á miðjuni, sigur Bill Justinussen við Portalin. Bárður á Steig Nielsen, formaður í Fíggjarnevndini, váttar fyri Útvarpinum, at talan er um eina neyðsemju í samgonguni. Heldur ikki andstøðan í Fíggjarnevndini hevur tær 3,5 milliónirnar við í sínum broytingaruppskotum til fíggjarlógina. Andstøðan vísir í staðin fyri á sítt egna uppskot um at broyta kringvarpsgjaldið, so tað gevur meira enn nú. Heilsutrygdargjaldið verður broytt á nýggjárinum. Løgtingið hevur samtykt uppskotið frá Karsteni Hansen, landsstýrismanni í heilsumálum, um at broyta gjaldið soleiðis, at øll, sum eru 18 ár og eldri, gjalda 160 krónur um mánaðin, og so 0,55 prosent av skattskyldugu inntøkuni afturat. Broytingin hevur við sær, at tey, sum forvinna 229.000 krónur. um árið, fara at gjalda minni, men tey, sum forvinna meiri, fara at gjalda meiri í heilsutrygdargjaldi. Heilsumálaráðið hevur roknað út, at tær 160 krónurnar geva 68,9 millónir krónur. og tey 0,55 prosentini 46,7 milliónir næsta ár, ella tilsamans 115,6 milliónir krónur. Nýggja innkrevjingin kostar Taks eina slaka millión, sum Taks fær frá Heilsutrygd. Samgonguflokkarnir í trivnaðarnevndini tóku undir við uppskotinum, sum varð samtykt við 19 atkvøðum fyri og 11 ímóti. Minnilutauppskot fall Minnilutin í trivnaðarnevndini, Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin, skeyt upp, at fólk skulu rinda eitt fast gjald um mánaðin eftir hvør inntøkan er, og tað, sum restar í, skal fíggjast yvir skattin. Uppskotið frá minnilutanum fall. 12 atkvøður vóru fyri, og 18 vóru ímóti. Málið um gjald til Heilsutrygd skal hava eina viðgerð í tinginum afturat. Soleiðis verður gjaldið Sambært yvirliti frá Heilsumálaráðnum verður heilsutrygdargjaldið eftir nýggju skipanini soleiðis 1. januar Skattsk. innt. Landsbankin verður ikki stongdur á nýggjárinum, men 1.apríl næsta ár. Meirilutin í Fíggjarnevndini mælir til at útseta dagin, tá lógin um Landsbanka Føroya fer úr gildi, tí nú hevur uppskotið hjá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, ligið so leingi í løgtinginum. Annars mælir meirilutin løgtinginum til at samtykkja uppskotið. Minnilutin í Fíggjarnevndini, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi, mælir staðiliga frá at samtykkja uppskotið. Staðfestast má, sigur minnilutin, at steðgar tingið ikki hesi ætlanini, verður hetta enn ein søguliga illa fyrireikað og miseydnað samanlegging, sum allir føroyingar koma at rinda fyri, heilt til Landsbankin verður endurstovnaður, so skjótt nýggj samgonga verður skipað Tað skal kosta minni at sleppa úr Føroyum. Tað heldur meirilutin í Fíggjarnevndini, sum vil hava ferðaavgjaldið niður um 100 krónur. Meirilutin, samgongan, mælir til at taka 18,75 prosent, tríggjar milliónir, av teimum 16 milliónunum, sum landsstýrið væntar sær í ferðaavgjaldi næsta ár. Ferðaavgjaldið er 120 krónur. fyri hvønn ferðaseðil úr Føroyum. Fara 18,75 prosent av gjaldinum, fer tað niður í 97,50 krónur. Í fjør fekk landskassin 13,7 milliónir krónur. í ferðaavgjald. Roknað er við 15 milliónum í ár, og landsstýrið ætlaði sær 16 milliónir næsta ár. Men tað talið skal niður í 13 milliónir, sigur meirilutin í Fíggjarnevndini. Landsverk tapti í gerðarrættinum, og tað kostar landskassanum hálva fjórðu millión meira til Hovstunnilin. Tá tunnilin varð gjørdur, varnaðist Landsverk, at munnin Øravíkarmegin ikki var gjørdur sum avtalað. Sambært álitinum hjá Fíggjarnevndini um fíggjarlógina fyri 2013 kom Landsverk eftir, at nakrar tekningar hjá prosjekteringarfelagnum ikki vóru rættar. Lendið ov bratt Lendið oman fyri tunnilsmunnan gjørdist ov bratt og ov sjónligt. Einasti máti at rætta brekið var at leingja munnan og gera aðrar neyðugar tillagingar fyri at lúka ásett krøv. Og hetta kostaði 3,5 milliónir krónur. Hesar pengar kravdi Landsverk frá prosjekteringarfelagnum í 2009. Og Landsverk inntøkuførdi samstundis 3,5 milliónir krónur. Men felagið vildi ikki gjalda. Trætan varð tí løgd fyri gerðarrættin, sum gav prosjekteringarfelagnum viðhald. Landsverk noyðist tí at sleppa kravinum móti felagnum og útreiðsluføra 3,5 milliónir krónur. í 2012. Nú fíggjarlógin fyri 2013 er komin úr Fíggjarnevndini er hallið minkað 136 milliónir krónur., sambært meirilutanum í nevndini, umboðunum hjá samgonguni. Hallið verður 242,2 milliónir krónur., tí landsstýrið hevur boðað frá størri tilfeingisgjaldi og skatti. Men minnilutin, andstøðan, yvirbjóðar og fær hallið heilt níður í 153 milliónir krónur. Fíggjarnevndin heldur tað vera sera óheppið, at yvir 140 milliónir krónur., sum skuldu brúkast til íløgur í fjør og i ár, ikki eru brúktar. Meirilutin hevur tí í sínum broytingaruppskoti roynt at flyta játtan til tær íløgur, sum kunnu væntast at verða framdar. Felags reiðarí Meirilutin hevur millum annað tikið 18,5 milliónir krónur. av játtanini til Marknagilsdepilin, tí brúk er ikki fyri teimum í 2013. Og meirilutin tekur fyrsta stigið til at skipa eitt felags reiðarí fyri øll skipini hjá tí almenna við at stovna nýggja kontu til skiparaksturin hjá Fiskiveiðueftirlitinum. Hóast landsstýrið bað um 3,5 milliónir krónur. til Kringvarpið í 2013, hava samgongufólkini í Fíggjarnevndini lækkað talið niður í 1,9 milliónir. Landssjúkrahúsið skal hava 400.000 krónur. til sjúkraflutning úr Sandoynni, og Heilsufrøðiliga starvsstovan 500.000 krónur. til at hjálpa útflutningsvinnuni at sleppa á marknaðin í triðjalondum. Fæst semja millum kommunurnar og Almannamálaráðið um fíggjarliga býtið, vil meirilutin í Fíggjarnevndini lata 4 milliónir krónur. til at høvuðsumvæla Ellis og røktarheimið í Vágum. Lækka ferðaavgjaldið Meirilutin heldur, at ferðaavgjaldið eigur at lækka og hvørva heilt um nøkur ár. Næsta ár skal landskassin krevja 3 milliónir krónur. minni í ferðaavgjaldi, heldur meirilutin í Fíggjarnevndini fyri at nevna nøkur av hansara nógvu broytingaruppskotum. Minnilutin, Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin, hevur eisini nógv broytingaruppskot, sum skulu gera úrslitið hjá landskassanum 100 milliónir krónur. betri enn fíggjarlógaruppskotið hjá samgonguni. Minnilutin sigur, at hallið fer niður í 153 milliónir krónur. við hansara broytingaruppskotum. Minnilutin mælir millum annað til at broyta skattaskipanina fyri at sleppa av aftur við flatskattin. Fíggjarnevndin hevði 13 fundir um fíggjarlógaruppskotið. Vegurin til tunnilsmunnan í Leirvík er nú komin so væl áleiðis, at koyrandi verður eftir honum í morgin. Tað merkir, at ferðslan verður umløgd soleiðis, at akfør, sum skulu í Norðoyatunnilin, ikki longur skulu koyra eftir ovara bygdarvegnum, men nýta nýggja vegin fram við havnarlagnum í Leirvík. Ferðslan verður umløgd í morgin frá klokkan 10 til 12, og hon kann verða tarnað nakað í hesum tíðarskeiðnum. Gjørdur av nýggjum Vegurin er gjørdur av nýggjum og breiðkaður fram við ferjuleguni, kirkjuni, havnarlagnum, bátahylinum og gjøgnum fjøruna, til íbindingina í tunnilsvegin. Teinurin er umleið 1800 metrar. Av tí at arbeiðið ikki er liðugt enn, verður ferðin sett niður á vegateininum, og Landsverk heitir á bilførarar um at sýna varsemi. Hotellið og gistingarhúsið í Øravík verða nú lýst til sølu. Tað er bústjórin fyri trotabúgvið, sum lýsir ognirnar til sølu. Ognirnar fevna um tríggjar bygningar Hotellið og gistingarhúsið umframt ein bygning, sum hevur verið nýttur til privata nýtslu. Hotellið er umleið 430 fermetrar til støddar, og gistingarhúsið er umleið 760 fermetrar. Bygningarnir fóru illa av eldinum, sum varð ásettur í summar, og treingja til munandi ábøtur í støðum. Trotabúgvið hevur fingið tilsøgn frá tryggingarfelag um møguleikar at umvæla ognina, og tí ber til at bjóða upp á ognirnar við skaðaumvæling ella við ongari umvæling. Tvey av teimum stóru grannskoðarafeløgunum í Føroyum, pf. Nota og spf. Inpact, kasta nú saman. Nýggja grannskoðarafelagið hevur fingið navnið Januar. Lógarkrøvini til grannskoðanararbeiði eru nógv herd seinnu árini. Hóast bæði Nota og Inpact eru millum trý tey størstu grannskoðanarvirkini í Føroyum, mugu vit ásanna, at tað krevur ógvuliga nógva menniskjaliga og fíggjarliga orku at dagføra og menna tær skipanir, ið eru neyðugar fyri at nøkta hesi krøv, siga feløgini í skrivi til kundarnar í dag. 40 starvsfólk Á nýggja grannskoðaravirkinum verða fleiri enn 40 starvsfólk. Felagið hevur seks løggildar grannskoðarar, av hesum eru fimm eisini ríkisgóðkendir. Nýggja felagið fer at halda til á Glaðsheyggi har Nota hevur hildið til. Stjórar í Januar vera Hans Laksá og Jógvan Amonsson. Inpact er grannskoðaravirkið, sum Jógvan Sundstein stovnaði í 1964, og Nota er virkið, sum Carl Vilhelm Weihe, sáli, setti á stovn í 1968. Skyldurnar í gomlu feløgunum Jógvan Amonsson, stjóri í Inpact, sigur við Rás2, at skyldurnar hjá ávikavist Nota og Inpact liggja eftir í gomlu feløgunum. Nota kann gerast partur í einum stórum endurgjaldskravi í sambandi við húsagangin í gamla Eik, men verður Nota dømt í hesum málinum, liggur ábyrgdin í gamla felagnum, sigur Jógvan Amonsson. Løgtingið hevur góðkent avgerðina hjá Fíggjarnevndini at játta TAKS slakar fýra milliónir krónur. at gjalda sakarmálskostnaðin í rættarmálinum móti eigarunum í P.f. Vinnuni, sum TAKS tapti í Landsrættinum í november. Fíggjarnevndin avgreiddi umbønina við fíggjarnevndarskjali, tí sakarmálskostnaðurin skuldi rindast inn 14 dagar. Sambært stýrisskipanarlógini skulu eykajáttanir, sum Fíggjarnevndin hevur avgreitt í árinum, leggjast fyri tingið innan 1. desember. Kostnaðurin var fimm milliónir krónur. Tilsamans var kostnaðurin mettur til góðar fimm milliónir krónur., men av tí at hálv onnur millión er í avlopi á játtanini til at umleggja skattaskipanin, var umbønin slakar fýra milliónir krónur. Løgtingið hevur við 2. viðgerð góðkent avgerðina hjá Fíggjarnevndini. Málið varð samtykt við 29 atkvøðum fyri. Eingin var ímóti, men ein atkvøða var blonk. Málið skal hava eina viðgerð í tinginum afturat. Kunngerðablaðið verður nú talgilt, og samstundis fer prentaða útgávan í søguna. Løgtingið hevur endaliga samtykt uppskotið frá Kára P. Højgaard, landsstýrismanni í innlendismálum. Ein samd rættarnevnd tók undir við uppskotinum. Lógarbroytingin hevur við sær, at tá Kunngerðablaðið er talgilt, verður hetta einasta bindandi kunngerðamiðil av løgtingslógum, kunngerðum og øðrum. Talgilda Kunngerðablaðið skal eisini vera tøkt á alnetinum uttan kostnað, og tann prentaða útgávan verður steðgað. Tó skal bera til at fáa Kunngerðablaðið í prentaðum líki við at venda sær til Innlendismálaráðið ella eitt nú bókasøvn. Har kann blaðið prentast út, men tá skal gjaldast fyri blaðið. Eftir nýggjár fer at bera til at fáa pengar frá Heilustrygd fyri ferðaútreiðslur. Ein nýggj kunngerð loyvir Heilsutrygd at lata fólki endurgjald fyri ferðaútreiðslur oman fyri 800 krónur. um árið, tá tey hava langa leið til lækna, serlækna ella ljósmóður. Tær fyrstu 800 krónur. noyðast fólk sum higartil at gjalda sjálvi. Fólk skulu søkja um endurgjaldið í seinasta lagi 1. apríl árið eftir, at tey vóru hjá lækna ella ljósmóður. Eru fólk ikki nøgd við avgerðina hjá Heilsutrygd, tá tey hava søkt um ferðaendurgjald, kann avgerðin kærast til Kærunevndina í almanna og heilsumálum. Fríggjadagin verður fundur í London í eini roynd at semjast um svartkjaftafiskiskapin og fiskiskapin eftir sild næsta ár. Svartkjafturin er býttur, og strandalondini eru samd um at fiska 643.000 tons av svartkjafti næsta ár. Føroyar eiga góð 26 prosent av svartkjaftinum. Semja er kortini ikki um, hvussu svartkjafturin skal fiskast. Føroyar hava boðað Noreg frá, at norsk skip sleppa ikki í føroyskan sjógv at fiska svartkjaft. Tað stigið varð tikið, tí Noreg setti føroyskum skipum forboð fyri at fiska makrel í norskum sjógvi. Og tað var helst orsøkin til, at samráðingarnar í London slitnaðu í oktober, uttan at nøkur endalig avtala varð undirskrivað. Fiskiskapurin byrjar í januar Tað hevur stóran týdning at finna eina loysn fyri fiskiskapin eftir svartkjafti sum skjótast, tí tann fiskiskapurin byrjar fyrst í nýggja árinum. Og sleppa norsk skip ikki at fiska í føroyskum sjógvi, so kunnu tey byrja í ES sjógvi, men mugu gevast við fiskiskapinum, tá svartkjafturin kemur í føroyskan sjógv. Tá talan er um sildina, so hava Føroyar gjørt greitt, at vit ikki kunnu góðtaka býtið frá 2007, tí tað gevur ov lítið. Føroyski parturin av sildini er góð fimm prosent, og Føroyar krevja størri part av sildini. Hvussu stóran part, Føroyar vilja hava, er ikki greitt, men Jacob Vestergaard, landsstýrismaður hevur róð framundir, at tað ikki er óhugsandi, at Føroyar fara at áseta sær sína egnu sildakvotu í 2013, um semja ikki fæst. Í summar høvdu skipini, sum royndu eftir makreli, stórar trupulleikar, tí so nógv sild var uppií, at tað bar ikki til at royna eftir makreli. Bert ein samráðingardagur Bara fríggjadagurin er settur av til samráðingarnar í London. Londini, sum samráðast, eru ES, Noreg, Føroyar, Ísland og Russland, sum stendur fyri samráðingunum um sildina, men hevur eygleiðarastøðu, tá talan er um svartkjaftin. Semja er heldur ikki um fiskiskapin eftir makreli í 2013, men makrelurin verður ikki umrøddur á hesum fundinum í London, verður upplýst í Fiskimálaráðnum. Fundurin fríggjadagin verður í hølunum hjá NEAFC í London. Úr Føroyum fara umboð fyri Fiskimálaráðið og vinnuna. Dómurin, sum Jan Allan, fyrrverandi stjóri í Injector Trawldoors, fekk fyri peningasvik, skjalafalsan og skattasvik, verður standandi. Hvørki Jan Allan Müller ella ákæruvaldið skjóta dómin inn fyri Landsrættin. Dómurin er fongsul í eitt ár og níggju mánaðir, men størri parturin, 15 mánaðir, er treytaður. Jan Allan Müller er dømdur fyri 13 av teimum 18 lógarbrotunum, hann varð ákærdur fyri. Størsti parturin av dóminum er treytaður, tí sambært rættinum í Horsens var nevndin í Injector Trawldoors ov sein á veg at kanna, hvussu stjórin umsat pengarnar hjá Injector Trawldoors. Danskir fiskimenn ilskast inn á, at ósemjan um makrelfiskiskapin nú rakar teirra fiskiskap í norskum sjógvi. Noreg og ES høvdu í síðstu viku samráðingar í Bergen um sínámillum fiskiveiðuavtalu fyri næstu ár. Men hósdagin fóru samráðingarnevndirnar hvør til sítt og avtalaðu nýggjan fund í januar. Tað ber í sær, at eingin fiskiveiðiavtala er galdandi millum ES og Noreg eftir nýggjár. Tað rakar eisini danskar fiskimenn, sum sostatt ikki fáa loyvi at fiska norsku megin markið í Norðsjónum og Skagerrak. Tað er sera hugstoytt, at ES og Noreg ikki sýna neyðugan vilja at koma fram til eina semju, sigur Svend Erik Andersen, formaður í Danmarks Fiskeriforening. Makrelfiskiskapurin skyldina Og føroyski og íslendski makrelfiskiskapurin fær skyldina. Orsøkin til, at samráðingarnar vórðu útsettar, er vantandi semjan við Føroyar og Ísland um makrelfiskiskapin, sigur Danmarks Fiskeriforening. Hóast ES og Noreg eru samd innanhýsis, avgjørdu partarnir at útseta samráðingarnar til eftir nýggjár. Tað er heilt burturvið, at danskir fiskimenn skulu rinda fyri, at Ísland og Føroyar sýna ábyrgdarloysi í makrelfiskiskapinum, sigur formaðurin hjá donsku fiskimonnunum, sum heldur ikki skilir, at danska stjórnin við atliti at ríkisfelagsskapinum góðtekur hesa støðuna. ES og Noreg skulu semjast um kvotur fyri tosk, upsa, sild og makrel og eina nýggja býtisskipan fyri fiskiskapin í Skagerrak. Nýggjar samráðingar eru avtalaðar 15. januar í Írlandi. Væntandi fer ES nevndin á fundi fyri jól fyribils at áseta fiskiskapin, sum skal galda eftir 1. januar. Bakkafrost hevur keypt sølufelagið Faroe Seafood UK Limited í Grimsby, sum bæði selur laks og annan fisk á bretska marknaðinum. Felagið hevur fýra fólk í starvi, og ætlanin er, at tey skulu halda fram í felagnum. Faroe Seafood UK Limited hevur eisini selt laks fyri Bakkafrost. Regin Jacobsen, stjóri, sigur, at keypið av sølufelagnum í Grimsby fer at styrkja støðuna hjá Bakkafrosti á bretska marknaðinum. Bakkafrost hevur samstundis sett Símun P. Jacobsen sum søluleiðara á Bakkafrosti. Hann er 48 ára gamal, og hevur drúgvar leiðslu og søluroyndir, bæði tá ið ræður um at selja hvítfisk og laks til evropeiskar handilsketur. Fyritøkur í fiskivinnuni og alivinnuni, ið hava meiri enn eina millión krónur í avlopi, fáa eykaskatt næsta ár. Fíggjarmálaráðið hevur borið eitt uppskot í tingið, har eitt hugtak, nevnt tilfeingis og loyvisskattur, verður sett í skattalóggávuna. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, upplýsir, at 2,5 prosent í eykaskatti verða løgd á avlop oman fyri eina millión krónur í fiskivinnuni og alivinnuni. Eykaskatturin verður sambært landsstýrismanninum bert galdandi fyri 2013, tí ein arbeiðsbólkur arbeiðir við at skipa hesi viðurskifti av nýggjum. Fíggjarmálaráðið roknar við, at eykaskatturin fer at geva landskassanum 13 milliónir krónur. Tað stendur í nýggju inntøkumetingini fyri 2013, ið varð latin fíggjarnevndini fríggjadagin. 75 oyru í avgjaldi fyri makrel Landsstýrið hevur eisini borið tinginum eina broyting í tilfeingisgjaldinum á makrelveiðu næsta ár. Mælt verður til at taka 75 oyru í avgjaldi fyri allan makrel, sum verður landaður í Føroyum næsta ár. Í ár var skipanin tann, at avgjaldið var 25 oyru fyri kilo fyri tey fyrstu 3.000 tonsini, og avgjaldið var 75 oyru kilo fyri veiðu oman fyri 3.000 tons. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, sigur, at skipanin hevur ikki virkað eftir ætlan. Eitt nú skiftu kvotur millum skip fyri at sleppa undan hægra avgjaldinum, og heldur ikki var so nógvur fiskur latin útlendskum móttøkuskipum sum væntað. Landsstýrið hevur tí lækkað inntøkumetingina frá tilfeingisgjaldinum niður 107 milliónir krónur næsta ár. Fyrsta inntøkumetingin, ið varð løgd fram saman við fíggjarlógaruppskotinum í september, segði 120 milliónir. Men við uppskotinum um tilfeingis og loyvisskatt, verður samlaða inntøkan kortini 120 milliónir krónur. 130.000 tons Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, vísir á, at inntøkan frá tilfeingisgjaldinum skal takast við fyrivarni, tí eingin veit, hvussu stórur makrelfiskiskapurin verður í 2013. Av teimum 107 milliónunum í tilfeingisgjaldi, roknar Jørgen Niclasen við, at 10 milliónir koma frá útlendskum móttøkuskipum. Hinar 97 milliónirnar koma frá føroyskum skipum. Verður avgjaldið 75 oyru fyri kilo, merkir tað, at Fíggjarmálaráðið væntar, at fiskað verða sløk 130.000 tons av makreli næsta ár. Fólk fara at gjalda hálva aðru millión krónur meira til Heilsutrygd um árið, nú lógin verður broytt. Næsta ár verða 115,6 milliónir krónur. kravdar til Heilsutrygd. Sum er gjalda øll, sum eru 18 ár ella eldri, 265 krónur. um mánaðin til Heilsutrygd. Men á nýggjárinum verður tað broytt soleiðis, at øll gjalda 160 krónur. og so 0,55 prosent av skattskyldugu inntøkuni afturat. Tær 160 krónurnar skulu geva 68,9 milliónir og tey 0,55 prosentini 46,7 milliónir næsta ár, hevur Heilsumálaráðið roknað út. Nýggja innkrevjingin kostar TAKS eina slaka millión krónur, sum TAKS hevur fingið frá Heilsutrygd. Fast gjald Minnilutin í Trivnaðarnevndini, Bjørt Samuelsen, Rigmor Dam og Sirið Stenberg, mælir frá at samtykkja uppskotið hjá landsstýrinum, tí tað ger, at eisini láglønt skulu gjalda meira. Sambært broytingaruppskotinum hjá Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum skulu fólk rinda eitt fast gjald um mánaðin, eftir hvør inntøkan hjá teimum er. Lægsta gjaldið er 25 krónur. fyri skattskylduga inntøku upp í 50.000 krónur. um árið. Hægsta gjaldið er 265 krónur. hjá teimum, sum tjena yvir 300.000 krónur. Hetta gevur ov lítið í kassan hjá Heilsutrygd. Men tað, sum restar í, skal fíggjast yvir skattin, sigur minnilutin í Trivnaðarnevndini. Løgtingið fer seinnapartin í dag at atkvøða um gjaldið til Heilsutrygd. Reglurnar um mynstring eru brotnar 260 ferðir í ár, og tað er alt ov ofta, sigur Elmar Højgaard, stjóri á Fiskiveiðieftirlitinum. Trygdarskeið, heilsuprógv og vinnubrøv vanta, vísa kanningar hjá Fiskiveiðieftirlitinum. Elmar Højgaard sigur við Dimmalætting, at hesin trupulleiki ikki er avmarkaður til ein ávísan part av flotanum. Hetta er heldur eingin nýggjur trupulleika, men tað ger ikki støðuna betri, at skip loysa við manning, ið ikki hevur neyðugu førleikakrøvini, sigur stjórin á Fiskiveiðieftirlitinum við blaðið. Fiskiveiðieftirlitið ætlar í vetur at kanna fleiri skip, í eini roynd at koma trupulleikanum við vantandi førleikakrøvum til lívs. Skeiðini er ov dýr Trygdarskeiðini eru alt ov dýr, og tí fara so nógvir mans til sjós, uttan at hava neyðugu trygdarskeiðini. Tað sigur Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, við Dimmalætting. Hann sigur, at tað er sera kostnaðarmikið at gera seg út at fara til skips, og við inntøkunum, ið nógvir fiskimenn hava, ber tað als ikki til. Tað kann ikki vera rætt, at sjómenn skulu gjalda okursprís fyri at fáa eina heilsuváttan frá lækna. Hetta er beinleiðis business hjá læknunum. Vit skuldu heldur havt ein sjúkrarøktarfrøðing, sum kundi tikið sær av heilsuváttanum, sigur Jan Højgaard. Jan Højgaard sigur við Dimmalætting, at ein stórur trupulleiki er, at útlendskir sjómenn við føroyskum skipum hava ivasom skjøl. Føroysku botnfiska shy kvoturnar í grønlendskum sjógvi verða óbroyttar næsta ár. Føroyar og Grønland hava gjørt fiskiveiðiavtalu fyri 2013. Hon fevnir um somu fiskasløg sum undanfarin ár, og er á nakað sama stigi. Svartkalvakvoturnar í Eysturgrønlandi og í Vesturgrønlandi verða ávikavist 275 tons og 100 tons, og nøgdin av toski í Eysturgrønlandi verður 255 tons. Harumframt kunnu føroysk rækjuskip gera fiskiroyndir á norðaru leiðunum í Eysturgrønlandi. Veiðan er avmarkað til 100 tons. 2.000 tons av norðhavssild Grønland fær góð 2.000 tons av norðhavssild í føroyskum sjógvi, og eitt grønlendskt línuskip kann royna eftir botnfiski í føroyskum sjógvi í mesta lagi 60 dagar. Harumframt sleppa grønlendsk skip at fiska 2.000 tons av svartkjafti, sum Grønland fær tillutað í NEAFC, í føroyskum sjógvi. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sigur, at hóast sínámillum fiskiveiðiavtalan millum Føroyar og Grønland er lítil í vavi, er hon ein týðandi liður í samstarvinum millum bæði londini. Helmingurin av bummgjaldinum fyri at koyra í Vágatunlinum kemur úr Streymoynni, og ein fjórðingur úr Vágum. Tað vísir ein uppteljing, sum Partafelagið Vágatunnilin hevur gjørt. Felagið kannaði í februar og í juli í ár, í hvørji oyggj nummarpláturnar á bilunum, sum koyrdu í tunlinum, vórðu skrásettar. 50 55 prosent úr Streymoynni Síðani kannaði felagið eftir, um bilurin hevði kubba, ella rindaði fult gjald. Uppteljingin vísir, at millum 50 og 55 prosent av øllum bummgjaldinum koma úr Streymoynni, har eisini meginparturin av fólkinum býr. Vágar fingu næstflestu rokningarnar millum 20 og 25 prosent. Síðani komu eysturoyingar, sum hava rindað 15 av bummgjaldinum. Norðingar rindaðu fimm rosent av samlaðu upphæddini. Hinar oyggjarnar, millum annað Suðuroyggin og Sandoyggin, rindaðu seinastu trý prosentini av bummgjaldinum fyri at koyra í Vágatunlinum, vísir uppteljingin. Hava einki ímóti bummgjaldi Og ferðandi tykjast ikki hava nakað ímóti at rinda bummgjald til fyri at koyra í Vágatunlinum og Norðoyatunlinum Tað vísa tvær Gallup kanningar, sum vórðu gjørdar í ávíkavist 2007 og 2011. Av teimum stívliga 500 spurdu, søgdu umleið tríggir fjórðingar, at tey vóru nøgd ella sera væl nøgd við gjaldsskipanina fyri undirsjóvartunlarnar. Einans 6 7 prosent søgdu, at tey vóru ónøgd ella sera ónøgd við gjaldsskipanina. Ein roynd hjá nøkrum andstøðutinglimum at herða alilógina upp aftur meira miseydnaðist, tá triðja viðgerð var í dag. Poul Michelsen, Bjørt Samuelsen, Aksel V. Johannesen og Páll á Reynatúgvu halda ikki, at lógin, sum nú er samtykt, tryggjar, at útlendingar ikki fara at eiga føroysku alivinnuna og stjórna henni í framtíðini. 18 atkvøddu ímóti Lógin tryggjar ikki, at víðarivirking, virðisøking, søla og marknaðarføring verða verandi í Føroyum, siga tey. Men løgtingið feldi broytingaruppskotið, 18 atkvøddu ímóti. Sambært upprunaliga uppskotinum frá Vinnumálaráðnum kundu útlendingar eiga 30 prosent í føroysku alivinnuni, men hetta broytti meirilutin í Vinnunevndini í samráði við Vinnumálaráðið til 20 prosent. Og tað samtykti løgtingið endaliga við triðju viðgerð. Samráðingarnar millum Noreg og ES um sínamillum fiskivinnuavtalu fyri 2013 eru steðgaðar. Samráðingar verða ikki aftur fyrr enn í januar. ES og Noreg hava nógv fiskivinnusamskifti, og hava seinnu árini havt tættari samstarv, nú partarnir eru ósamdir við føroyingar og íslendingar um millum annað makrelveiðuna. Ikki er greitt, hví ES og Noreg ikki eru vorðin samd um fiskivinnuavtalu fyri 2013, men norski fiskimálaráðharrin, Lisbeth Berg Hansen, sigur í einum tíðindaskrivi, at partarnir nærkast, men enn er nakað eftir á mál. Hon leggur dent á, at ES sjógvur hevur stóran týdning fyri norska fiskivinnu. Ein heildarætlan verður nú gjørd fyri at skapa fólkavøkstur í Føroyum. Landsstýrsmaðurin í vinnumálum hevur orðað arbeiðssetningin hjá bólkinum, sum skal seta út í kortið, hvussu vit kunnu steðga fráflytingini og skunda undir størri tilflyting. Uppgávan er í høvuðsheitum at eyðmerkja høvuðsorsøkirnar til, at eingin fólkavøkstur er í Føroyum at raðfesta, hvørji øki hava størsta týdning fyri at fáa fólkavøkstur í Føroyum og at gera eitt tilmæli um, hvussu arbeiðið kann skipast, eftir at heildarætlanin er liðug Kjarnubólkur Arbeiðið verður skipað kring ein kjarnubólk við fimm limum, sum umboða Vinnumálaráðið, Mentamálaráðið, Løgmansskrivstovuna, Vinnuhúsið og Fróðskaparsetur Føroya. Vinnumálaráðið hevur forkvinnuna. Ein tilvísingarbólkur og ein politiskur fylgibólkur verða eisini knýttir at kjarnubólkinum. Arbeiðsbólkurin er farin til verka, og hann skal koma við tilmælum 1. apríl næsta ár. Forkvinna í arbeiðsbólkinum er Erika A. Hayfield. Hon umboðar Vinnumálaráðið. Sigurð í Jákupsstovu umboðar Fróðskaparsetrið, Niels Vinther Vinnuhúsið, Elin Mortensen Løgmansskrivstovuna, og Bergur Berg umboðar Mentamálaráðið. Samstundis sum ICES, altjóða havgranskingarráðið, sigur, at gýtingarstovnurin hjá makreli er 2,7 milliónir tons og í minking, siga kanningar hjá norskum, íslendskum og føroyskum fiskifrøðingum, at stovnurin veksur í Norðurhavi. Fiskifrøðingurin Leif Nøttestad, sum stendur fyri norsku makrelkanningunum, sigur við Fiskirbladet Fiskaren, at Fimm milliónir tons Í summar vístu hesar mátingar, at makrelstovnurin er 5,1 millión tons. ES er ikki við í hesum kanningum, so eingin veit, hvussu nógvur makrelur er í ES sjógvi. Leif Nøttestad ivast í ráðunum hjá ICES, tí kanningarnar í summar góvu eitt heilt annað úrslit enn tað, sum ICES byggir sítt tilmæli á. ICES mælir til ikki at fiska meira makrel enn millum 497.000 og 542.000 tons næsta ár. Tilmælið í 2012 er 542.000 tons, men fiskað eru 930.000 tons. Bæði samgongan og andstøðan í løgtinginum sendu í gjár peningastovnunum eina heilsan. Hugsið tykkum um, áðrenn tit hækka rentuna næstu ferð, eru boðini frá politisku skipanini. Tí annars fáa tit eina mótrokning. Øll 22, sum vóru í tingsalinum, atkvøddu í gjár fyri at hækka lønhæddaravgjaldið hjá peningastovnunum tvey prosentstig, upp í 12 prosent. Men tryggingarfeløgini sleppa undan. Orsøkin til hækkingina er høga rentan hjá peningastovnunum, og hana eiga tryggingarfeløgini ikki at verða drigin til svars fyri, siga bæði landsstýrið og løgtingið. Hækkandi rentan ger, at útreiðslurnar hjá landskassanum til rentustuðul eisini hækka. Peningastovnar Lækkið gjaldið Í staðin fyri, at lønhæddaravgjaldið fer upp í 12 prosent eigur tað at fara niður aftur í fimm prosent, sum tað var til 2009, tá tað hækkaði upp í tíggju prosent. Tað segði Felagið Peningastovnar, tá tað fekk uppskotið um at hækka lønhæddaravgjaldið til hoyringar. Bankarnir og sparikassarnir siga, at teir hava ikki lagt størri byrðu á tey, sum hava sethúsalán, í ár. Tí skilja teir ikki kravið frá politikarunum. Harafturat lagar fíggjargeirin seg eftir óhepnum lógum, sum sagt verður. Møguleikarnir fyri tillaging eru tríggir at senda rokningina víðari til kundarnar, at lækka lønirnar í peningastovnunum ella hava færri fólk í arbeiði. Kappingaravlagandi Tað er eisini kappingaravlagandi, at løgtingið leggur eyka avgjøld á einstakar vinnugreinar, sigur Felagið Peningastovnar. Føroyska lønarhæddaravgjaldið er tað størsta í heiminum, sigur felagið. Felagið vísir eisini á, at tá landsstýrið seldi partabrøvini í Føroya Banka, tá hann varð einskildur, vissaði landsstýrið tey, sum keyptu, um, at karmarnir um fíggjarvinnuna í Føroyum eru støðugir. Nú verða karmarnir grundleggjandi broyttir, sigur felagið hjá peningstovnunum. Landsstýrið hevur biðið Fíggjarnevndina fáa við í fíggjarlógaruppskotið, at Kringvarp Føroya skal hava hálva fjórðu millión krónur næsta ár. Pengarnir skulu takast frá Skúladeplinum við Marknagil, sum skal hava pengarnar aftur í seinasta lagi í 2016. Sambært lógini um Kringvarp, kann virksemið hjá Kringvarpi Føroya eisini verða fíggjað við játtan í fíggjarlógini. Hetta er tó ikki vanligt, og verður bera gjørt nú, tí umstøðurnar eru serstakar, sigur landsstýrið. Stig eru tikin til at fáa javnvág í raksturin hjá Kringvarpinum næsta ár. Og játtanin í fíggjarlógini skal tryggja eina lagaliga yvirgongd, nú færri starvsfólk vera í Kringvarpinum. At virksemi í Sortudíki Alt virksemið hjá Kringvarpinum verður flutt í Sortudíki, har sum Útvarpið er, so skjótt sum møguligt á vári í 2013. ætlanin er, at bygningarnir hjá Kringvarpinum í M.A.Winthersgøtu, Vørðslan, verða lýstir til sølu sum skjótast. Løgtingið skal tó góðkenna søluna, og at pengar, sum fáast fyri bygningarnar, verða brúktir at byggja fyri í Sortudíki. So skjótt sum Mentamálaráðið hevur eitt nóg gott tilboð upp á Vørðsluna, verður sølan løgd fyri løgtingið. Ein møgulig jarðfrøðilig umskaring undir Skopunarfirði kann gera, at Sandoyartunnilin fer at leka. Landsverk væntaði at finna eina umfatandi jarðfrøðiliga umskaring í Skopunarfirði í forkanningunum. Sterkar ábendingar eru enn um, at hon er tætt inni við land undir Sandoynni. Seismikkurin, sum varð gjørdur í 2008, kundi ikki koma tættari oynni enn nakrar 100 metrar. Har er tí ein teinur eftir, sum Landsverk metir er umráðandi at kanna fyri at fáa staðfest, um umskaringin er tætt undir Sandoynni ella ikki. Landsverk sigur, at henda kanningin kostar sjey milliónir krónur., og mælir til, at hon verður gjørd. Ein stór jarðfrøðilig umskaring í Skopunarfirði er ein avbjóðing í tunnilsgerðini. Tí har fara allarhelst at verða nógvar rivur, sum væntandi hava lekar við sær. 6,4 milliónir krónur. brúktar Síðani 2005 eru 6,4 milliónir krónur. brúktar til forkanningar í sambandi við Sandoyartunnilin. Hetta er bara ein partur av tí, sum løgtingið játtaði tey fimm árini 2005 til 2009. Hesi árini vóru 16,5 milliónir tøkar at brúkar til forkanningar. Úrslitini av forkanningunum benda annars ikki á, at nakað jarðfrøðiligt er til hindurs fyri at gera undirsjóvartunnilin, sigur Landsverk í einum uppriti, sum Fíggjarnnevndin hevur fingið. Sandoyartunnilin verður tíggju og ein hálvan kilometur. Prosjekteringin tekur eitt ár, og kostar fimm til tíggju milliónir. Kostnaðarmetingin ov gomul Landsverk sigur, at byggiskráin, kostnaðarmetingin, uppskotið um forprosjekt og váðametingin, sum vórðu gjørd í 2007, eru ov gomul nú. Fyrst og fremst, tí krøvini um trygdina í tunlum eru herd. Landsverk mælir til, at seinastu forkanningarnar verða gjørdar, áðrenn verkætlanin verður gjørd. Og Landsverk mælir frá at gera meira við prosjekteringina, fyrr enn ein endalig bindandi politisk avgerð er tikin um Sandoyartunnilin. Víkingur skrivar, at Víkingur hevur leitað eftir einum profili til miðvøllin, eftir at Evrard Ble, Sølvi Vatnhamar og Fritleif í Lambanum eru givnir í felagnum, og nú hava teir funnið hann. Jann Ingi Petersen hevur leikt 177 dystir í bestu deildini, 38 steypadystir og 8 altjóða dystir. Hann hevur skorað 40 mál í teimum vaksnu deildunum. Í 2004 Var Jann Ingi ein partur av Fremad Amager hópinum, ið spældi í næstbestu donsku kappingini. Jann Ingi hevur leikt 22 dystir fyri A landsliðið. Heimasíðan hjá Víkingi skrivar, at við at knýta ein tílíkan profil at hópinum, sendir felagið eitt greitt signal um, at Víkingur framhaldandi vil mynda oddin í føroyskum fótbólti Kringvarp Føroya hevur í dag latið níggju starvsfólkum ætlanarskriv um uppsøgn. Harafturat hava fimm fólk fingið ætlanarskriv um at arbeiða stytta arbeiðstíð. Tað er ómetaliga harmiligt at siga starvsfólkum úr starvi, men fíggjarliga støðan ger, at hetta stigið er neyðugt, sigur Dia Midjord, stjóri. Inntøkur hjá Kringvarpinum frá lýsingum og spølum eru lækkaðar munandi seinastu árini, samstundis sum allir kostnaðir hjá Kringvarpinum eru hækkaðir. Henda gongdin hevur hildið fram í ár, og inntøkurnar verða væntandi fimm mill.krónur. lægri enn mett. Harafturat hevur grannskoðarafelag stovnsins kravt nýggjar mannagongdir í sambandi við avskrivingar. Hetta ávirkar eisini fíggjarligu støðuna. Hallið í ár 3,7 milliónir krónur. Avleiðingin av fíggjarligu gongdini og nýggja avskrivingarháttinum er, at hallið hjá Kringvarpinum væntandi verður 3,7 mill.krónur. í ár. Hallið í fjør var 2,5 mill.krónur. Útlit eru ikki fyri, at inntøkurnar fara at vaksa munandi, og tí mugu føstu útreiðslurnar hjá stovninum skerjast fyri at fáa fíggjarliga javnvág. Tað merkir, at Kringvarpið skal rekast fyri færri milliónir komandi árini, og tað stigið, sum nú er tikið, er partur í hesi tillaging, sigur kringvarpsstjórin. Frammanundan eru stórar sparingar gjørdar innan raksturin á øllum økjum. Hesar sparingar hava eisini havt avleiðingar fyri skránna hjá Kringvarpinum. Vit vóna, at stigini, sum nú verða tikin, kunnu skapa ta neyðugu javnvágina, samstundis sum vit miða eftir at fáa sum mest burturúr til frama fyri hyggjarar og lurtarar, sigur Dia Midjord, kringvarpsstjóri. 33 ára gamli kroatin, Milan Kolovrat, er dømdur 14 ára fongsulsrevsing, og at verða vístur úr Føroyum med alla fyri at hava dripið Dánjal Petur Hansen, Pidda, og at hava burturbeint líkið. Tað hevur nevningatingið avgjørt. Allir nevningarnir og sorinskrivarin vóru samdir um dómin. Vanliga revsingin fyri drápsmál er 12 ár, men nevningatingið sigur, at serliga tyngjandi umstøður eru í Pidda málinum, og tí er revsingin ásett til 14 ár. Millum ákæra og verja Sostatt legði nevningatingið seg millum revsikrøvini frá ávikavist ákæra og verja. Ákærin kravdi 16 ára fongsul, og verjin kravdi 12 ár. Sektarspurningurin kann ikki kærast, men bæði ákæruvaldið og verjin hava 14 dagar at taka støðu til, um revsingin skal kærast til Hæsgtarætt. Milan Kolovrat skal sita í varðhaldinum, til støðan er tikin til, um revsingin skal kærast. Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum á middegi. Tórshavnar kommuna hevur sett Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð í starv sum leiðara á Býarbókasavninum. Hann tekur við starvinum 1. januar. Arnbjørn Ó. Dalsgarð er útbúgvin bókavørður, og hevur starvast sum bókavørður og serfrøðingur á Landsbókasavninum. Á Býarbókasavninum starvast 14 fólk. 100.000 vitjanir eru á Býarbókasavninum um árið. Játtanarkarmurin hjá savninum er umleið 7,5 milliónir krónur. Útlendingar sleppa ikki longur so lættliga fram at føroysku alivinnuni. Løgtingið samtykti í gjár broytingarnar í alilógini, sum avmarka útlendskan eigaraskapin og útlendska ávirkan. Hetta hendi fýra mánaðir eftir, at lógarbroytingin kom úr Vinnumálaráðnum. Sambært lógini virkar broytingin frá framløgudegnum, sum var 9.august. Úr 30 niður í 20 prosent Og broytingar eru gjørdar í broytingini, síðani hon kom í tingið. Tá uppskotið kom úr Vinnumálaráðnum, var markið 30 prosent, sum útlendingar ikki sleppa uppum. Men tá uppskotið kom úr Vinnunevndini, var tað, í samráði við Vinnumálaráðið, komið niður í 20 prosent. Talan er um viðbrekið mál, sum Vinnunevndin viðgjørdi á níggju fundum. Nevndin hevur eisini nógv broytingaruppskot, sum vórðu samtykt í gjár. Hetta vóru serliga krøv um nevndarlimir í alifeløgum. Løgtingið heldur, at alifeløgini skulu hava eitt ávíst frælsi til at manna leiðsluna í feløgunum. Uppskotið skal hava eina viðgerð afturat í løgtinginum. Milan Kolovrat verður ikki revsaður umaftur í Kroatia fyri tað, sum hann hevur gjørt í Føroyum. Og hann verður annars ikki í nøkrum vanda í heimlandi sínum, tá hann kemur aftur hagar eftir at hava sitið dómin í Danmark.Tí kann hann vísast úr Føroyum. Útlendingastýrið tekur eisini undir við, at Milan Kolovrat verður vístur úr Føroyum med alla. Tað segði Linda Hesselberg, ákæri, í nevningatinginum í gjár. Egnaður at sita í vanligum fongsli Hon segði eisini, at sambært mentalkanningini hjá Psykiatriska deplinum í Havn og ummælinum hjá Rættarlæknaráðnum er Milan Kolovrat egnaður at sita dómin í vanligum fongsli. Ákærin kravdi eisini, at hald verður lagt á 20 lutir, sum Milan Kolovrat brúkti í sambandi við drápið, sum hann fyrireikaði í nakrar dagar sambært ákæruvaldinum. Ákærin kravdi 16 ára fongsulsrevsing. Verjin, Anfinn V. Hansen, helt, at 12 ár eru ivaleyst. Milan Kolovrat er ikki revsaður áður. Í dag fer nevningatingið at kunngera, hvørja revsing hann skal hava í Pidda málinum. Linda Hesselberg, ákæri, krevur, at 33 ára gamli Milan Kolovrat verður dømdur 16 ára fongsulsrevsing, og at hann verður útvístur úr Føroyum fyri lívstíð. Proseduran um revsingina í Pidda málinum byrjaði klokkan 13. Eftir at ákærin hevur lagt síni sjónarmið fram, fer verjin at prosudera. Tá hann er liðugur, fær ákærin aftur orðið, og verjin sleppur síðani at gera viðmerkingar til tað, sum ákærin hevur lagt fram. Milan Kolovrat, sum er funnin sekur í at hava dripið Dánjal Petur Hansen, Pidda, fær seinasta orðið, áðrenn nevningarnir og sorinskrivarin gera av, hvørja revsing hann skal fáa. Ætlanin er, at dómurin skal kunngerast fyrrapartin í morgin. At Lafayette ikki fekk makrel í føroyskum sjógvi í ár, hevur kostað eigarunum nógvar milliónir. Pacific Andes, ið eigur Lafayette, hevur lagt fram roknskapartøl fyri 2012, sum vísa, at felagið hevur mist væntaðar inntøkur fyri einar 130 milliónir krónur í okkara peningi. Høvuðsorsøkin er, at skip hjá fyritøkuni ikki fingu nóg nógvan fisk Suðuríshavinum, í Føroyum og Grønlandi. Megnaðu ikki at fáa fiskin Stjórin í Pacific Andes, Joo Siang, sigur, at orsøkin til vánaliga úrslitið er, at samstarvsfelagar í Føroyum og Grønlandi ikki megnaðu at fáa fatur á fiskinum, sum Lafayette skuldi virka umborð. Harafturat hava trolararnir hjá felagnum í Suðuríshavinum ikki fiskað kvoturnar, sum teir høvdu. Fíggjarliga støðan hjá fyritøkuni er annars góð. Uppsjóvarskipini eru givin at fiska sild, og nú eru tey flestu farin í dokk, ella fáa annað viðlíkahald. Tá skipini góvust at fiska makrel í heyst, umhugsaðu reiðaríini at leita eftir makreli, tá sildaveiðan var av. Sum skilst hevur okkurt skip leitað eftir sild, men nú eru øll givin. Væntandi loysir einki uppsjóvarskip aftur í hesum árinum. Lítið virksemi í Kollafirði Á uppsjóvarvirkinum í Kollafirði er lítið virksemi nú, og tey taka ikki móti fiski, tað sum er eftir av árinum. Tey hava heldur ikki frætt nakað um makrel seinastu tíðina. Hanus Hansen, stjóri á Faroe Pelagic, sigur at nú verða ymsar ábøtur gjørdar á virkinum. Tey gera eisini klárt til at útbyggja frystigoymsluna, so hon kann taka ímóti 10.000 tonsum. Frystigoymslan skal verða liðug í apríl næsta ár. Eisini friðarligt á Tvøroyri Á Tvøroyi er eisini friðarligt á Varðanum Pelagic. Tey eftirmeta fyrstu tíðina hjá virkinum, og onkrar ábøtur verða eisini gjørdar. Bogi Jacobsen, stjóri, sigur, at Varðin Pelagic væntar ikki at fáa stórvegis av fiski, fyrr enn svartakjaveiðan byrjar fyrst í januar. Tveir menn bjóða nú formanninum í Fiskimannafelagnum, Jan Højgaard, av. Teir eru Grímur Hammer á Eiði og Sakarias Zachariasen heima á Sandi. Freistin at stilla upp til formansvalið var úti á middegi í gjár. Valt verður við brævatkvøðu, og freistin at velja er til 1.februar næsta ár. Formaðurin verður valdur fyri trý ár. Jan Højgaard hevur verið formaður í Fiskimannafelagnum í seks ár. Fyri trimum árum síðani stillaði Henrik Old upp móti honum. Proseduran um revsingina í Piddamálinum, sum skuldi byrja klokkan eitt korter til tíggju í morgun, er útsett til klokkan eitt í dag. Orsøkin er, sambært tí, sum Útvarpið hevur fingið at vita, at tað liggur betur fyri at hava rættarfundin klokkan eitt. Tá proseduran er liðug, skulu nevningarnir og sorinskrivarin avgera, hvørja revsing, 33 ára gamli maðurn, sum er funnin sekur í manndrápi, skal hava. ætlanin var, at dómurin skuldi sigast klokkan tíggju í morgin. Komandi kappingarár verður tað áttanda í føroyskum fótbólti hjá Fílabeinsstrandinginum, Evrard Ble. Hann kom til VB Sumba í 2005. Í 2007 skifti hann til AB, og í 2011 til Víking, har hann hevur verið til í dag. 31 ára gamli, Ble, er annað navnið sum kemur aðrastaðni frá til 07 Vestur. Fyri nøkrum døgum síðani tryggjaði vágafelagið sær eisini Andras Gango, sum hevur umboðað KÍ. Landsverk og smápartafelagið Norðhús trætast um nakrar hundrað túsund krónur fyri tyrlupallin á Kirkju. Arbeiðið var liðugt í summar. Landsverk heldur aftur 40.000 krónum fyri slíkt, sum Landsverk metir ikki er gjørt. Men Norðhús sendi Landsverki eitt mótkrav, 460.000 krónur., fyri at hava arbeitt í útoyggj um veturin, og tí so trupult var at flyta tilfar úr Klaksvík til Fugloyar. Hesum kravi vísti Landsverk aftur. Og Landsverk hevur eisini krav móti Norðhúsi, 326.000 krónur. í dagbótum, tí arbeiðið var ikki liðugt, tá tað skuldi vera liðugt. Uppskot um semju Síðani kom Norðhús við einum uppskoti um endaliga semju, sum sigur, at felagið skal hava 349.000 krónur. frá Landsverki. Hetta sæst í einari frágreiðing hjá Landsverki, sum Fíggjarnevndin hevur fingið frá Innlendismálaráðnum. Landsverk fer at senda Norðhúsi eitt svar. Svarið er sent løgfrøðingi til ummælis fyrst, áðrenn tað verður sent Norðhúsi. Trý tilboð komu upp á at byggja nýggja tyrlupallin á Kirkju, tá arbeiðið varð boðið út í fjør. Norðhús hevði lægsta tilboðið, góðar 2,4 milliónir krónur. Í dag, fýra mánaðir eftir at uppskotið kom úr Vinnumálaráðnum, fer løgtingið at atkvøða um lógarbroytingina, sum skal avmarka útlendskan eigaraskap og útlendska ávirkan í føroysku alivinnuni. Sambært lógaruppskotinum skal broytingin virka frá framløgudegnum, sum var 9. august. Alivinnan hevur tí ikki kunnað gjørt nakað viðvíkjandi nýggjum útlendskum íløgum í fýra mánaðir, tí ikki hevur verið greitt, hvussu endaliga broytingin verður, tá hon er samtykt í løgtinginum. Úr 30 niður í 20 prosent Og broytingar eru gjørdar í lógini, síðani hon kom í tingið. Tá uppskotið kom úr Vinnumálaráðnum, var markið 30 prosent, sum útlendingar ikki sleppa uppum. Men tá uppskotið kom úr Vinnunevndini, var tað, í samráði við Vinnumálaráðið, komið niður í 20 prosent. Vinnunevndin viðgjørdi málið á níggju fundum, og hon hevur eisini nógv broytingaruppskot. Tey, sum innflyta ella gera sodavatn, øl og annað, sum verður selt í fløskum ella blikkum, fáa nógvar pengar burtur úr lítla huginum hjá føroyingum at bera aftur tómar fløskur og tóm blikk. Nógvar milliónir liggja eftir hjá innflytarum og framleiðarum, 13 milliónir krónur tey fimm árini, síðani verandi skipan um afturbering kom í 2007. Tað stendur í lógaruppskoti um íløt til lidnar drykkjuvørur, sum Innlendismálaráðið hevur sent til hoyringar. 2,7 milliónir krónur. í fjør Bara í fjør lógu 2,7 milliónir eftir hjá innflytarum og framleiðarum, pengar, sum fólk hava goldið í panti, men ikki kravt aftur. Tað svarar til 20 prosent av seldum íløtum í fjør. Innlendismálaráðið sigur, at fyrstu liðini í søluketuni, innflytari og framleiðari, liggja inni við pantinum. Tann, sum eigur pengarnar, hevur annaðhvørt ikki borið ílatið aftur, ella hevur borið tað aftur til ein annan handil enn tann, sum tað varð keypt frá. Sambært heimasíðuni hjá Norðlýsinum hevur Bjørn Kalsø á landsstýrisfundi í morgun kunnað hini landsstýrisfólkini um ætlanirnar at lata stovninum eina eykajáttan fyri 2013. Bjørn Kalsø váttar fyri Kringvarpinum í kvøld, at hann er farin undir eina tilgongd at bøta um fíggjarligu støðuna hjá stovninum. Hann váttar, at hann arbeiðir við einum uppskoti um meirjáttan, men hann vil ikki siga, hvussu stór játtanin er. Samstundis kom fram á tíðindafundinum í landsstýrinum í morgun, at ætlanin er at selja Vørðslu bygningin, har millum annað Dagur og Vika heldur til, og flyta starvsfólkini niðan í høvuðsbygningin í Sortudýki skjótast gjørligt. Tað hevur ljóðað, at Kringvarpið í næstum skuldi siga millum 20 og 30 starvsfólkum úr starvi, um núverandi játtanin skal halda. Føroyska Málnevndin fer nú í søguna. Nevndin helt sín seinasta fund í gjár, og 1. januar avloysir eitt málráð nevndina. Málnevndin varð stovnað í 1985. Hon fekk sum uppgávu at savna og skráseta nýggj føroysk orð, at gera nýggj orð og halda eyga við málspillum. Nýggja málráðið verður størri enn málnevndin, og fær eisini størri heimildir. Ein av uppgávunum hjá ráðnum verður at ritstjórna eina føroyska rættskrivingarorðabók. Henda orðabólkin verður evsti myndugleiki í rættskrivingarspurningum. Stavsetingin skal vera eins Tørvurin á slíkari orðabók er vaksin nógv tey seinnu árini, av tí at so nógvar orðabøkur eru komnar á marknaðin. Ofta nýta orðabøkurnar ymiskar stavsetingar, og tað er óheppið, tí at stavsetingin eigur at verða eins so nógv sum til ber, sigur Anfinnur Johansen, formaður í fráfarandi málnevndini, á heimasíðuni hjá Fróðskaparsetrinum. Nýggja málráðið verður mannað við einum umboðsráði og einari starvsnevnd. Í umboðsráðnum verða 11 fólk, meðan fimm fólk fara at manna starvsnevndina. Gott 2300 ferðafólk fleiri komu og fóru um flogvøllin í november samanborið við sama mánað í fjør. Vøksturin er 18 prosent. Tað, sum er farið av árinum, eru gott 20.000 fleiri ferðafólk avgreidd á flogvøllinum, og vøksturin er 10,6 prosent samanborið við somu tíð í fjør. Alt bendir tí á, at ferðafólkatalið fer at seta met í ár. Leigutúrar og oljuvinna Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága floghavn, sigur, at fleiri leigutúrar vóru í november, umframt flúgving í sambandi við oljuvinnuna. November er annars ein mánaður, tá ikki so nógv virksemi er á flogvøllinum, men ein søluherferð hjá Atlantsflogi gjørdi mun, og flogvøllurin læt 50 prosent í avsláttri á tænastugjøldunum. Heldur gongdin sær, koma og fara 222.000 ferðafólk um flogvøllin í ár, og tað er met. Ferðast fleiri ferðir um árið Ein kanning, sum Vága floghavn og Visit Faroe Islands hava gjørt, vísir, at í november vóru 79 prosent av teimum, sum ferðaðust, føroyingar. 21 prosent vóru útlendingar. 58 prosent vóru í arbeiðsørindum, og 32 prosent vóru í frítíðarørindum. Kanningin vísir, at fleiri ferðast tvær og triggjar ferðir um árið. Anfinn V. Hansen, verji hjá manninum, sum í gjárkvøldið varð funnin sekur í at hava beint fyri Dánjali Peturi Hansen, vil ikki siga, um hann hevur givið honum tey ráðini at siga, hvar líkið av Pidda er. Anfinn V. Hansen sigur, at yvirskipaða uppgávan hjá verjum er at vegleiða fólk, sum teir eru verjar hjá, um tað, sum er best fyri tey. Meira ítøkiligur fái eg ikki verið, sigur Anfinn V. Hansen. Tað havi eg ikki loyvi til. Kann fáa linari revsing Sigur maðurin, hvar líkið er, ella hvar hann slapp sær av við tað, kann hann fáa linari revsing, enn hann annars fær, tá dómur fellur hósmorgunin klokkan 10.00. Ákærin fer í øllum førum at føra fram í sínari proseduru, at tað eru linkandi umstøður, um maðurin sigur, hvar líkið er. 600.000 akfør koyra nú í Vágatunlinum um árið, 10 ár eftir, at tunnilin varð tikin í nýtslu. Seinasta árið, ferjusamband var um Vestmannasund, vórðu umleið 100.000 akfør flutt um sundið. Men longu fyrsta árið eftir, at Vágatunnilin hevði latið upp, vóru 350.000 akfør. Síðani lá tað um eina hálva millión, og seinastu trý árini hevur tað ligið beint undir 600.000 akfør um árið. 1600 akfør um dagin 1600 akfør koyra í Vágatunlinum um dagin, og hagtølini vísa eisini, at ferðslan er tengd at árstíðini og ferðingini um flogvøllin. Mesta ferðslan er í summarhálvuni, serliga í august. Henda mánaðin í fjør koyrdu 2000 akfør um dagin í Vágatunlinum. Vetrarmánaðirnar liggur ferðslan um 1400 akfør um dagin. Kostaði 295 milliónir krónur. Vágatunnilin kostaði 295 milliónir krónur, tá hann var liðugur 10. desember í 2002. Góðar 160 milliónir eru fíggjaðar úr landskassanum, og 135 milliónir krónur. eru lán. Í sambandi við, at Vágatunnilin fyllir 10 ár mánadagin 10. desember, verður ókeypis at koyra í tunlinum, frá fríggjamorgni 7. desember klokkan seks, til týsmorgun 11. desember klokkan seks. Allar kommunur í Suðuroynni kunna staðfesta vøkstur í skattainntøkunum í ár. Taks hevur gjørt eitt yvirlit yvir skattainntøkurnar fyrstu ellivu mánaðirnar, og tað vísir, at allar kommunurnar í Suðuroynni hava havt munandi vøkstur í skattainntøkunum. Á Tvøroyri hevur skattainntøkan verið 3,1 millión krónur størri enn somu tíð í fjør. Vøksturin er til 7,2 prosent. Lutfalsliga hevur Fámjins kommuna havt størsta vøksturin. Har hevur skattainntøkan verið 13,6 prosent størri í ár, og næststørsti vøksturin er í Hovi, 12,3 prosent. Í Sumba er vøksturin 6,7 prosent, Hvalba 5,2 prosent, Porkeri 3,6 prosent, og í Vágs kommuna hevur vøksturin í skattainntøkunum verið 3,1 prosent. Afturgongd í 11 kommunum Í 11 av teimum 30 kommununum er minni komið inn í skatti. Í Fugloy er skattainntøkan minkað 10,2 prosent, í Sands kommunu 4,2 prosent, og í Húsa kommuna hevur afturgongdin verið fýra prosent. Í krónum og oyrum hevur Tórshavnar kommuna havt størsta inntøkuvøksturin. Kommunukassin í høvuðsstaðarkommununi hevur fingið 15,3 milliónir krónur fleiri í skatti í ár. Skatturin í Runavíkar kommunu er vaksin 3,2 milliónir, og í Klaksvík og á Tvøroyri eru góðar tríggjar milliónir fleiri komnar í kassan. Størsta afturgongdin hevur verið í Eysturkommunu. Í Eysturkommunu eru 1,6 milliónir krónur færri komnar í kassan í ár. Á Sandi er skattainntøkan minkað eina hálva millión, og í Sørvági eru inntøkurnar lækkaðar umleið 300.000 krónur. Kommunurnar meiri landskassin minni Kommunurnar fingu fyrstu 11 mánaðirnar í ár 32 milliónir krónur fleiri í skatti enn somu tíð í fjør, vísir uppgerðin hjá Taks. Tilsamans hava kommunurnar fingið áleið 1,3 milliardir krónur í skatti, og vøksturin er 2,53 prosent samanborið við somu tíð í fjør. Uppgerðin hjá TAKS vísir eisini, at landskassin fyrstu 11 mánaðirnar hevur fingið 1,1 milliard krónur inn í skatti, og tað eru slakar 250 milliónir krónur færri enn somu tíð í fjør. Inntøkurnar frá eftirlønarskatti eru 193 milliónir krónur., og kirkjuskatturin er vaksin 1,45 milliónir. Sigur maðurin, sum í gjárkvøldið varð funnin sekur í at hava dripið Dánjal Petur Hansen, hvar líkið er, kann hann fáa linari revsing enn hann annars fær. Tí tað verður mett at vera linnandi umstøður. Revsingin í vanligum drápsmálum er 12 ára fonsgulsrevsing. Men í hesum málinum eru so nógvar tyngjandi umstøður, at ákæruvaldið fer at krevja meira enn 12 ár. Kommunurnar fingu fyrstu 11 mánaðirnar í ár 32 milliónir krónur fleiri í skatti enn somu tíð í fjør. Tað vísir ein nýggj skattauppgerð frá TAKS. Tilsamans hava kommunurnar fingið áleið 1,3 milliardir krónur í skatti, og vøksturin er 2,53 prosent samanborið við somu tíð í fjør. Uppgerðin hjá TAKS vísir eisini, at landskassin fyrstu 11 mánaðirnar hevur fingið 1,1 milliard krónur inn í skatti, og tað eru slakar 250 milliónir krónur færri enn somu tíð í fjør. Inntøkurnar frá eftirlønarskatti eru 193 milliónir krónur., og kirkjuskatturin er vaksin 1,45 milliónir. Føroyska oljuvinnan roynir nú at fóta sær í Íslandi. Faroe Petroleum boðar í morgun frá, at felagið hevur fingið fyribils leitiloyvi á íslendska landgrunninum. Loyvini eru sera umfatandi og fevna um sjey teigar suður úr Jan Mayen Rygginum, innan fyri Norðpólkringin og eystan fyri Ísland. Fyribils loyvi Loyvini eru fyribils, tí norska stórtingið skal góðkenna tey fimm loyvini. Ísland og Norra hava avtalu um felags samstarvsøki, og norska Olju og Orkumálaráðið hevur boðað frá, at felagið hjá norska statinum, Petro, er við í nýggju leitiloyvunum í Íslandi. Í fimm teigum verður Faroe Petroleum fyristøðufelag við 67,5 prosentum, norska Petro eigur 25 prosent og Icelandic Petroleum 7,5 prosent. Í tveimum teigum, sum ikki eru í norska og íslendska samstarvsøkinum, verður Faroe Petroleum fyristøðufelag við 90 prosentum, og Icelandic Petroleum eigur tíggju prosent. 33 ára gamli maðurin, sum nevningatingið í gjárkvøldið fann sekan í at hava dripið Dánjal Petur Hansen, Pidda, fær revsing hósdagin. Í morgin fara ákærin og verjin at hava proseduru um revsingina. Síðani fara nevningarnir og sorinskrivarin at taka støðu. Og niðurstøðan hjá teimum verður kunngjørd hósmorgunin. Revsingin fyri manndráp er fongsul, úr fimm árum upp í lívstíð. Ákærin, Linda Hesselberg, sigur, at hon fer krevja meira enn 12 ár. Tvey endurgjaldskrøv Tá nevningatingið í morgin fer at viðgera revsingina, verða eisini tvey endurgjaldskrøv sett fram móti manninum. Annað er frá teimum fimm døtrunum hjá Pidda, og hitt frá manninum, sum átti visakortini, maðurin stjól og brúkti. Tilsamans er talan um okkurt um 900.000 krónur. í endurgjaldi. Klokkan 22 08 í kvøld byrjaði orðførarin hjá nevningatinginum at lesa upp úrskurðirnar hjá nevningatinginum í Føroya Rætti. 24 minuttir seinni, klokkan 22 32, kom úrskurðurin, sum øll hava bíðað eftir. Tann ákærdi, ein nú 33 ára gamal kroati, er sekur í at hava myrt Dánjal Petur Hansen, vanliga nevndur Piddi, var úrskurðurin hjá nevningatinginum í størsta drápsrættarmálinum í føroysku rættarsøguni. Umframt at tann ákærdi varð dømdur sekur í at hava tikið Dánjal Petur Hansen av døgum, varð tann ákærdi eisini funnin sekur í seks øðrum ákærupunktum, ið fevna um svik og skjalafalsan. Krevur í minsta lagi 12 ára fongsulsrevsing Hóast nevningatingið fann 33 ára gamla kroatan sekan í at hava myrt Dánjal Petur Hansen, so tók rætturin í kvøld onga støðu til, hvussu hørð fongsulsrevsingin í málinum skal verða. Hósdagin skulu nevningatingið og rætturin taka støðu til, hvussu langa fongsulsrevsing 33 ára gamli maðurin skal hava, nú tá maðurin er funnin sekur í at hava myrt Dánjal Petur Hansen, vanliga nevndur Piddi. Ákærin, Linda Hesselberg, sigur við Kringvarpið, at ákæruvaldið í minsta lagi fer at krevja tann 33 ára gamla kroatan dømdan í fongsul í 12 ár. Harumframt fer ákæruvaldið at krevja, at maðurin verður vístur úr Føroyum fyri alla tíð. Júst fýra vikur eftir at rættarmálið móti einum 33 ára gomlum manni byrjaði í Føroya Rætti, verður punktum nú sett í størsta brotsrættarmálinum í føroysku rættarsøguni. Klokkan 22 í kvøld fer rætturin at kunngera niðurstøðuna hjá teimum tólv nevningunum, sum skulu taka støðu til sektarspurningin, hvørt tann 33 ára gamli maðurin hevur dripið og beint fyri Dánjali Peturi Hansen úr Saltangará. Nevningatingið skal taka støðu til sjey ymisk viðurskifti, sum ákæruvaldið heldur, at tann ákærdi í sonevnda Pidda málinum eigur at dømast fyri. Tískil kann tað taka eina løtu, áðrenn sektarspurningurin um manndráp verður viðgjørdur. Kringvarpið fylgir rættarmálinum. Meira verður at frætta á kringvarpinum seinni í kvøld. Strandferðslan hevur fingið trý tilboð upp á Mykines siglingina, skrivar Vágaportalurin. Freistin at lata tilboð inn var á middegi. Stjórin á Strandferðsluni, Bogi Mortensen, sigur við Vágaportalin, at í hesi vikuni verður greitt, hvør fær siglingina. Siglingin er boðin út fyri fimm ár, og møguleiki er at leingja sáttmálan í tvey ár, til 2019. Fyrstu ferð í 2006 Mykines leiðin varð fyrstu ferð boðin út í 2006. Strandferðslan sigur, at inntøkugrundarlagið fyri ferðaseðlar og farm hevur seinastu árini verið vaksandi, og í ár var tað 500.000 krónur. Høvuðsparturin er ferðaseðlar. Talan er um nettosáttmála, har arbeiðstakarin fær allar farma og ferðaseðlainntøkur, umframt sáttmálagjaldið frá Strandferðsluni. Seinastu árini hevur samtakið Sjóferðir røkt Mykines leiðina við Froyi og Silju Star Tey, sum hoyrdu rættarleiðbeiningina, Henrik Møller, sorinskrivari, gav nevningunum fyrrapartin, eru ikki í iva. Ákærdi maðurin er sekur í øllum ákærunum, eisini í manndrápi. Hann drap Dánjal Petur Hansen við ráddum huga fyri at fáa húsini á Gerðisvegi 34 í Saltangará. Men nú er tað ikki sorinskrivarin, sum skal døma, og hann legði dent á sum hann eigur at gera at hansara meting bindur ikki nevningarnar. Nevningarnir skulu sjálvir viga øll prógvini, tey hjá ákæranum og mótprógvini hjá verjanum. Sorinskrivarin tók fleiri sjónarmið hjá ákæranum enn hjá verjanum fram í rættarleiðbeiningini. Visakortini Viðvíkjandi teimum báðum visakortunum, sum ákærdi maðurin skal hava stolið og brúkt, segðí sorinskrivarin, at eingi prógv eru fyri, at ákærdi maðurin stjól kortini og pinkoturnar, men nógvar ábendingar eru um tað. Sorinskrivarin helt ikki, at tær seks ákærurnar um svikið og royndirnar at svika við visakortunum, skuldu metast hvør sær, men meira sum ein eind. Tað er hevði ákærdi maðurin visakortini, sum hann er ákærdur fyri at hava stolið og brúkt. Allur rímiligur ivi, sum skil er í, skal koma ákærda til góðar. Men teoretiskur ivi telur ikki við. Viðgera spurningarnar Nevningarnir fara nú at viðgera allar spurningarnar, sum teir hava fingið. Síðani verður atkvøtt um teir. Minst átta skulu siga ja, at ákærdi er sekur. Annars er hann ósekur og skal frídømast. Nevningarnir skulu vera sannførdir um við at brúka vanligt vit og skil, at tað er uttan fyri allan rímiligan iva, at ákærdi er sekur, atkvøða tey fyri tí, at hann er sekur. Nevningarnir eiga bara at taka tað við í sínar metingar, sum tey hava hoyrt og sæð í rættinum, einki annað. Dupult rættartrygd Ákærdi maðurin hevur dupulta rættartrygd, sum tað eitur. Siga minst átta nevningar, at hann er sekur í manndrápi, men dómarin, sum er tann serkøni í løgfrøðini, heldur, at tað ikki er prógvað, kann hann taka nevningarnar av ræði. Tá skal ákæruvaldið taka støðu til, um ákæran skal takast aftur. Men heldur ákæruvaldið fast við sítt, verður nýtt nevningating mannað, og ein annar dómari fær málið. Og so gongur alt málið umaftur. Nú el prísurin til vinnufyritøkur hækkar 16 oyru umframt meirivirðisgjald næstu tvey árini, er kappingarførið í vanda. Tað sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag. Eykaaðalfundurin í SEV samtykti fríggjadagin at hækka streymprísin hjá øllum kundum fimm oyru fyri kilowatt tíman 1. januar. Harumframt hækkar prísurin 6 oyru afturat hjá vinnukundum, har streymnýtslan er 20.000 kilowatt tímar um árið. Og í 2014 hækkar streymprísurin hjá stóru vinnukundunum 5 oyru afturat, ella tilsamans 16 oyru næstu tvey árini, umframt meirvirðisgjald. Kappingarførið í vanda Hetta er ein ógvuslig hækking hjá vinnuni, og Føroya Arbeiðsgevarafelasg metir, at kappingarførið er í vanda. Hjá einum virki, sum brúkar nógva orku, verður eykarokningin 3,2 milliónir kr, og hesin peningurin má fáast inn á annan hátt, skal virkið framvegis verða kappingarført, sigur Arbeiðsgevarafelagið. Arbeiðsgevararnir samanbera við støðuna í Danmark, har eitt líknandi virki bert rindar 65 oyru fyri kilowatt tíman. Í Føroyum verður prísurin 1,02 krónur. næsta ár. Eisini almenn gjøld Felagið sigur, at ofta skulu smáar eykaútreiðslur til, fyri at kappingarførið er burtur. Víst verður á, at útreiðslurnar eru vaksnar seinastu tíðina, millum annað av alment áløgdum gjøldum, og nú er SEV prísurin eisini hækkaður. Íløgutørvurin hjá SEV næstu árini bendir neyvan á, at vinnan kann vænta sær kappingarførar prísir í bræði, sigur Arbeiðsgevarafelagið. Noreg og ES eru komin ásamt, hvussu makrelkvotan skal býtast millum londini, um so er, at Ísland og Føroyar eisini skulu hava burturav. Sambært norska blaðnum VG ber semjan í sær, at fyri hvørt prosent, Noreg letur Føroyum og Íslandi, skulu ES londini lata 2,14 prosent. Tað upplýsir norski samráðingarleiðarin, Ann Kristin Westberg. Undir seinastu samráðingunum í heyst kom fram, at Noreg og ES eru sinnað at lata Íslandi og Føroyum tilsamans 14 prosent av makrelkvotuni. Noreg og ES fara í hesi vikuni at samráðast um fiskiveiðiavtalur um millum annað makrel, tosk í Barentshavinum og Norðsjóvarsild. Tryggingarfeløgini sleppa undan hægri lønhæddaravgjaldi. Og í staðin fyri, at starvsfólkatalið er avgerandi fyri, hvussu nógv landskassin fær frá peningastovnunum, eigur javnin hjá teimum at vera grundarlag undir avgjaldinum til landskassan. Full undirtøka er í Fíggjarnevndini fyri at krevja meira frá peningastovum til landskassan, men ikki frá tryggingarfeløgum. Ein samd Fíggjarnevnd tekur undir við uppskotinum hjá Jørgeni Niclasen um at hækka lønhæddaravgjaldið tvey prosentstig, úr 10 upp í 12 prosent. Hetta verður gjørt fyri at útvega inntøkur til at fíggja eina óvæntaða hækking í útreiðslunum til rentustuðul í 2013, tá rentustuðulin er ein óbeinleiðis stuðul til peningastovnarnar. Ikki rætta amboðið Tí verður hildið meira hóskandi at hækka lønhæddaravgjaldið, enn at hækka aðrar skattir og avgjøld ella lækka sjálvan rentustuðulin, stendur í álitinum hjá Fíggjarnevndini. Men so leggur nevndin afturat, at hon heldur ikki, at lønarhæddaravgjaldið er rætta amboðið. Fíggjarnevndin vísir á, lønarhæddaravgjaldið verður bara roknað út frá lønargjaldingum. Tí fylgir lønhæddaravgjaldið starvsfólkatalinum hjá peningastovnunum. Hetta kann gera, at fíggjarstovnar hava færri starvsfólk í Føroyum og fáa arbeiði gjørt uttanlands í staðin fyri. Skatt av javnanum Harafturat heldur Fíggjarnevndin, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum sum skjótast eigur at endurskoða lønarhæddaravgjaldið, og í staðin at áseta ein skatt av javnanum hjá fíggjarfyritøkum sum gjørt verður í nógvum øðrum londum. Javnin vísir fíggjarliga virksemið hjá einari fyritøku. Og Fíggjarnevndin heldur ikki, at lønhæddaravgjaldið fyri tryggingarvirksemi skal hækkast. Hendan broyting er gjørd í samráði við Fíggjarmálaráðið. Hækkingin í lønhæddaravgjaldinum hjá peningastovnunum verður mett at geva landskassanum seks milliónir krónur næsta ár. Hóast virðið er 23 milliónir krónur., fær landsstýrið ognirnar hjá Færøernes Kommando í Mjørkadali, á Sornfelli og yviri við Strond í Havn fyri einki. Tað sæst í broytingaruppskoti til fíggjarlógina 2013, sum landsstýrið hevur sent Fíggjarnevndini. Samráðingar eru um, at landsstýrið yvirtekur ognirnar hjá verjuni í Føroyum ókeypis. Taka við ognunum á nýggjárinum Miðað verður eftir, at landsstýrið ger sáttmála við ríkismyndugleikarnar, so landsstýrið tekur við ábyrgdini av ognunum 1.januar næsta ár. Talan er um Mjørkadal, Sornfelli og kommandørbústaðin yviri við Strond. Danska verjan hevur mett ognirnar at vera verdar 23 milliónir krónur. Landsstýrið metir, at tað kostar 2,1 milliónir krónur. at reka ognirnar um árið. Men ein millión kann fáast í leigu, so nettoútreiðslan er 1,1 millión. Landsstýrið biður løgtingið um fíggjarliga heimild at yvirtaka og reka ognirnar. Pengarnir til rakstur verða tiknir av játtanini til at umvæla almennar bygningar. Eisini aðrar broytingar Fíggjarnevndin hevur fingið eina rúgvu at broytingum í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2013. Broytingarnar koma frá landsstýrinum. Millum annað skulu 600.000 krónur. brúkast til Suðuroyarsiglingina. Skal Norrøna sigla fyri Smyril, tá hann fer í dokk í vár, krevjast ábøtur fyri 600.000 krónur. á havnarlagnum í Vági. Broytingarnar, sum landsstýrið vil hava í fíggjarlógini, kosta ikki landskassanum meira enn upprunaliga uppskotið, tí talan er um at flyta pengar millum kontur. Klokkan eitt korter til tíggju fer rættarformaðurin, Henrik Møller, sorinskrivari, at greiða nevningunum í sokallaða Pidda málinum frá løgfrøðiligu sjónarhornunum í revsimálinum, millum annað løgfrøðiligar viðmerkingar um prógvini, sum eru løgd fram í rættinum, og hvørjar rættarreglur eru galdandi. Tá hetta er liðugt fara nevningarnir at taka støðu til teir 62 spurningarnar, sum teir hava fingið. Átta høvuðsspurningar Átta høvuðsspurningar eru, og teir svara til tær sjey ákærurnar í ákæruritinum. Harafturat eru 54 undirspurningar, um nevningarnir svara nei upp á høvuðsspurningarnar. Nevningarnir avgera einsamallir sektarspurningin. Og tann avgerðin er endalig. Nevningarnir hava onga tíðaravmarking. Dømi eru um í Danmark, at nevningar hava brúkt fimm dagar um at taka avgerð. Men dómurin í Pidda málinum kann eisini falla longu í dag. Viðvíkjandi revsingini hava nevningarnir sínar 12 atkvøður, og rættarformaðurin hevur 12 atkvøður. Stendur á jøvnum, og nevningarnir siga til dømis tíggju ár, og rættarformaurin sigur átta ára fongsulsrevsing ella øvugt, er linara revsingin avgerandi. Svimjing.com skrivar, at Pál Joensen vann trygt í 800 m. frí við tíðini 7.45.62. Magnus Jákupsson vann DM í 50 m. firvald við tíðini 24.25, har næsti maður, Jonas Sørensen, svam teinin við tíðini 24.39. Magnus Jákupsson vann eisini silvur í 50 m. rygg við tíðini 24.72. Øll starvsfólk í eldraøkinum, sum í november bert fingu útgoldið grundløn, fáa nú eisini útgjald fyri meirtímar og yvirtíð. Tað hevur Petra Johnsdóttir Joensen, stjóri í Almannaverkinum, avgjørt í dag. Almannaverkið hevur fingið yvirlit fíggjarligu støðuna, eftir at hava fingið frá frágreiðing frá leiðslunum á øllum røktarheimunum kring landið. Petra Johnsdóttir Joensen sigur, at táttast skal í, men Almannaverkið fer kortini at gjalda út millum 400.000 og 500.000 krónur, sum starvsfólkini í fyrstu atløgu ikki fingu útgoldið saman við lønini í november. SEV hevur eykaaðalfund í dag, har eigararnir, sum eru kommunurnar, skulu góðkenna fíggjarætlanina fyri næsta ár. Nevndin í SEV mælir kommununum til at góðkenna, at elprísurin hækkar fimm oyru fyri kilowatttíman næsta ár, umframt meirvirðisgjald. SEV hevur í fleiri ár mælt til at hækka prísin meiri, men undirtøka hevur ikki verið fyri tí. Og úrslitið hevur verið hall seinastu árini, einar 100 millónir krónur. seinasty tvey árini. Árið í ár er ikki ikki liðugt, men talan verður eisini um hall í ár, hóast tað helst verður minni, enn mett varð við ársbyrjan. Íløgur fíggjast uttanlands SEV skal gera stórar íløgur í framtíðini, millum annað skulu nógvir pengar nýtast til grøna orku, og neyðugt verður eisini at nútímansgera verkið á Sundi. SEV hevur lænt pengar í føroysku peningastovnunum, men nú er SEV so stórur partur av útlánunum hjá peningastovnunum, at tað ikki fer at bera til hjá peningastovnunum at fíggja virksemið hjá SEV. Tí má SEV leita sær uttanlands eftir fígging. Sum skilst eru útlendskir fíggjarstovnar fúsir at fíggja íløgur hjá SEV, men teir seta treytir, millum annað at hall ikki má vera á roknskapinum. Fyri at røkka tí málinum, er neyðugt hjá SEV at hækka elprísin aftur næsta ár. Posta hevur sagt trimum fólkum úr starvi. Talan er um tvey fólk, sum arbeiddu við at skilja post í Havn, og ein, sum hevur borið post út i Sundalagnum. Joel undir Leitinum, stjóri á Posta, sigur við Dag ogViku, at starvsfólkini tíðliga í ár vórðu kunnað um, at broytingar fóru at verða gjørdar á stovninum. Nøkur starvsfólk eru síðani sjálv farin úr starvi, men nú brævaskiljingin er automatiserað, eru ikki størv til trý fólk longur. Fólk, sum hava verið boðsend til arbeiðis, tá nógv hevur verið at gjørt, tað er tilkallifólk, fáa heldur ikki so ofta arbeiðsboð longur, sigur Joel undir Leitinum. Posta væntar at gera aðrar tillagingar, men ongar ætlanir eru um fleiri uppsagnir, sigur stjórin. Fiskimálaráðið vil nú hava at vita frá Búnaðarstovuni, hvørja fíggjarliga heimild hon hevði at selja festið í Fámará til hægstbjóðandi. Hvørja inntøkujáttan hevur Búnaðarstovan, sum ger, at hon skal selja festibrævið fyri mest møguligt Tað vil Fiskimálaráðið hava at vita í seinasta lagi hósdagin í næstu viku. Búnaðarstovan hevur sagt, at tá nýggja lógin um landsjørð kom hálvan mai í 2007, hevði Búnaðarstovan festibrævið í Fámará. Sambært nýggju lógini er festibræv vorðið umsetiligt, festari kann avhenda og veðseta festibrævið. Av tí at Búnaðarstovan hevði festibrævið í Fámará, var hon í einari festara líknandi støðu. Skyldu at fáa sum mest Avgerðin um at selja festibrævið í Fámará við útbjóðing er grundað á, at Búnaðarstovan, sum fyrisitur alla landsjørð, hevur skyldu á ein sakligan hátt at avhenda festibrævið fyri mest møguligt, sigur Búnaðarstovan í telduposti til Fiskimálaráðið. Og nú vil Fiskimálaráðið hava at vita, hví festibrævið skal seljast fyri mest møguligt. Búnaðarstovan avgjørdi tann 4.juli at góðkenna Árna T. Brattaberg sum festara í Fámará. Vita einki um niðurstøðu enn Men Johan Dalsgaard, sum eisini bjóðaði upp á festið, kærdi til Fiskimálaráðið. Og kæran er framvegis til viðgerðar í Fiskimálaráðnum, har tey ikki duga at siga, nær niðurstøðan kemur. Danska Løgmálaráðið hevur boðað frá, at tað ger einki við spurningin, um uppboðssølan av festibrævinum í Fámará var lóglig ella ikki. Orsøkin er, sigur Løgmálaráðið, at málsøkið uppboðshaldari varð yvirtikið í 2006. Tí varðar landsstýrið av málsøkinum. Fleiri hundrað fíggjarliga sperdar familjur vilja hava jólahjálp frá tiltakinum Í mennskjum góður tokki. Á midnátt í gjárkvøldið høvdu 350 familjur søkt um at fáa jólahjálp. Men tað eru enn fleiri, sum hava brúk fyri hjálp. Tí nógv trýst var á telefonina í gjárkvøldið, og mong komu ikki komu ígjøgnum. Stigtakarin, Annlis Bjarkhamar, sigur, at møguleiki er at ringja aftur í kvøld frá klokkan 19 til 22. Hon heitir á tey, sum hava atgongd til teldu og internet, um at søkja á heimasíðuni, ella at prenta umsóknarblaðið av heimasíðuni og senda tað við postinum. Freistin fyri umsóknir við postinum er mánadagin 3. desember. Upplýsingar um átakið eru á heimasíðuni, Kassin hjá ALS verður framvegis læstur fyri fólk, sum fara beint úr lærdum háskúla út í arbeiðsloysi. Løgtingið feldi uppskotið hjá Javnaðarflokkinum um at loyva fólki í Arbeiðsloysisskipanina eftir loknan lestur, fáa tey ikki arbeiði so skjótt, tey hava fingið sína útbúgving. Løgtingið feldi eisini broytingaruppskotið hjá minnilutanum í Vinnunevndini. Minnilutin vildi hava løgtingið at heita á Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum, um saman við ALS stýrinum at gera lógaruppskot um, at fólk, sum eru liðug við sína útbúgving, kunnu sleppa í Arbeiðsloysisskipanina alt fyri eitt. Partur av arbeiðssetningi Samgongan feldi uppskotið, tí tað í staðin fyri kann vera partur av arbeiðssetninginum hjá arbeiðsbólkinum, sum landsstýrismaðurin í vinnumálum er í gongd við at seta fyri at fáa tey ungu at flyta aftur til Føroya og minka fráflytingina úr Føroyum. Fólk skulu hava arbeitt og goldið í Arbeiðsloysisskipanina í eina tíð, áðrenn tey hava vunnið sær rætt til at fáa pengar úr skipanini. Tað hava fólk, sum júst eru liðug at lesa, ikki. Og tí sleppa tey ikki í ALS, fáa tey ikki arbeiði eftir loknan lestur. 12.470 krónur. í rentu um dagin. So nógv kostaði kravið hjá partaeigarunum í Varðanum í Gøtu, sum vunnu sakarmálið móti Taks um kapitalvinningsskatt. Løgtingið fekk í gjár eitt skjal frá Fíggjarmálaráðnum, sum vísir tølini í hesum stóra sakarmálinum. Skjalið er frá Djóna Thomassen, advokati hjá Taks. Seinasta reglan í skjalinum er, at kravið hjá kapitaleigarunum í P f Varðanum rentar við 12.470,56 krónur. um dagin. Tey, sum vunnu sakarmálið, hava fingið sínar pengar, so rentutilskrivingin er steðgað. Tapta sakarmálið kostar Taks 74,8 milliónir krónur. Tá er rentan, góðar 15,5 milliónir krónur., tald við. Tórshavnar býráð hevur skipað seg í eina breiða samgongu millum allar fýra flokkarnar, sum eru umboðaðir í býráðnum. Á býráðsfundi í gjárkvøldið varð semja gjørd um at sleppa aldargomlu skipanini við einum meirluta og einum minniluta, og heldur skipa eitt breitt samstarv. Javnaðarflokkurin fær borgarstjóran og annan varaborgarstjóra, og Tjóðveldi fær varaborgarstjóra, og semja er um, at býta nevndarsessirnar soleiðis Javnaðarflokkurin fær formenninar í fíggjarnevndini, teknisku nevnd, trivnaðarnevndini og mentunarnevndini, tríggjar limir í hvørjari nevnd, tó tveir limir í fíggjarnevndini, tveir limir í serstøku økisnevndini og eitt umboð í nevndini í Fjarhitafelagnum. Økisnevnd Tjóðveldi fær formannin í serstøku økisnevndini, ein lim í ávikavist fíggjarnevndini, trivnaðarnevndini, mentamálanevndini, teknisku nevnd og vinnunevndini. Flokkurin fær eisini nevndarlim í nevndini í SEV tvey tey seinnu árini í setuni og ein lim í Fjarhitafelagnum. Fólkaflokkurin fær formannin í vinnunevndini, ein lim í ávikavist fíggjarnevndini, trivnaðarnevndini, mentamálanevndini og teknisku nevnd, nevndarlim í nevndini í SEV tvey tey fyrstu árini í setuni og eitt umboð í nevndini í Fjarhitafelagnum. Sambandsflokkurin fær ein lim í fíggjarnevndini, ein lim í trivnaðarnevndini og ein lim í serstøku økisnevndini. Allir í fíggjarnevndini Við hesum býti fáa allir flokkar umboðan í fíggjarnevndini. Eingin flokkur hevur avgerandi meiriluta í fíggjarnevndini, sum skal leggja dent á skal tryggja eina breiða semju um fíggjar og íløguætlanir, langtíðaríløguætlanir og onnur strategiskjøl av týdningi. Føroysk skip kunnu fiska 4.800 tons av toski aftrat í russiskum sjógvi næsta ár, og rækjukvotan hækkar 3.000 tons. Føroyar og Russland hava gjørt fiskiveiðiavtalu fyri næsta ár. Samráðingarnar vóru í Moskva. Toskakvotan í russiskum sjógvi næsta ár verður tilsamans 20.000 tons, hýsukvotan verður óbroytt, 2.000 tons, og rækjukvotan verður 4.000 tons.Toskastovnurin í Barentshavinum er væl fyri, og heildarkvotan í ár er søguliga stór. Russar meiri svartkjaft Framgongd er eisini í svartkjaftastovninum, og tí bar til at eftirlíka russiska ynskinum um størri svartkjaftakvotu í føroyskum sjógvi. Russisk skip kunnu næsta ár fiska 75.000 tons av svartkjafti undir Føroyum og 13.500 tons av makreli. Svartkjaftakvotan er hækkað 25.000 tons, og makrelkvotan er hækkað 500 tons. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sigur, at avtalan hevur stóran týdning fyri bæði Føroyar og Russland. Góð viðurskifti við Russland á fiskivinnuøkinum geva betri møguleikar fyri at víðka samstarvið við russar til onnur øki eisini. Avtalan, sum nú er gjørd, styðjar upp undir hetta, sigur Jacob Vestergaard. Tað hevur drigið út at fáa nýggja røktarheimið í Vestmanna liðugt, men nú verður tað tikið í nýtslu. Leygardagin ber til hjá almenninginum at síggja heimið, sum stendur á Grønanesi, og fyrstu búfólkini flyta inn týsdagin. Innflytingin verður skipað soleiðis, at fyrstu sjey búfólkini, sum øll búgva á Eldrasambýlinum í Vestmanna, flyta á røktarheimið týsdagin 4. desember. Hini flyta tær næstu vikurnar, og ætlanin er, at øll skulu verða flutt í heimið fyri jól, sigur Vestmanna kommuna. Pláss er fyri 24 fólkum á røktarheiminum í Vestmanna. Fýra búrúm verða nýtt til umlættingarpláss. Stórur áhugi er fyri nýggju húsunum í Vági, sum Timburhandilin í Vági ætlar at byggja. Timburhandilin hevur fingið fyribils byggiloyvi til átta hús og íbúðir við Kikslið miðskeiðis í Vági. Sølvi Christiansen, annar eigarin av Timburhandlinum í Vági, er ovfarin av øllum fyrispurningunum, sum eru komnir. Talan verður um fýra tvíhús, sum skulu byggjast við Kikslið, beint niðan av Tríkantinum á Sandinum. Eitt verður innrættað sum fýra lutaíbúðir ella leiguíbúðir. Fund við Bústaðir Sølvi Christiansen sigur, at teir fyrsta dagin fara á fund við gamla Húsalánsgrunnin, sum nú eitur Bústaðir, um at fáa tey at standa fyri fígging og sølu av húsunum. Hann roknar við, at húsabyggingin verður veruleiki, skal hann meta eftir øllum fyrispurningum, teir hava fingið. Onkur fyrispurningur er eisini komin frá vágbingum uttanlands, sum kanska ætla sær at flyta heimaftur. Tummas T. Eliasen er settur í starvið sum nýggjur kommunustjóri í Klaksvíkar kommunu. Klaksvíkar býráð samtykti í gjárkvøldið einmælt at seta 57 ára gamla Tummas T. Eliasen, sum býr á Toftum, í starvið. Hann er útbúgvin cand. scient. pol. á lærda háskúlanum í Aring rhus, og hevur drúgvar royndir sum leiðari. Tummas T. Eliasen hevur millum annað verið fíggjarstjóri í Tryggingarsambandinum og stjóri í Føroya lívstrygging. Hann tekur við starvinum sum kommunustjóri í Klaksvíkar kommunu 1. januar. 17 umsóknir vóru til starvið. Ein maður er skuldsettur fyri blygnaðarskemd. Løgreglan kannaði eitt mál í norðurøkinum, sum løgreglan hevur býtt landið í, og úrslitið var, at ein maður er skuldsettur fyri blygnaðarskemd. Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini, sigur, at málið verður framvegis kannað, og at hann ikki fær sagt meiri í løtuni. Norðlýsið skrivar, at kanningarnar hjá løgregluni vórðu gjørdar í Kalsoynni, og umframt at ein maður er skuldsettur, hevur løgreglan millum annað lagt hald á telduútgerð. Nú er greitt, at Húsalánsgrunnurin, Búnaðargrunnurin og Realkredittstovnurin skulu gjalda skatt og vinningsbýti vil landskassan. Løgtingið hevur fyri løtu síðani endaliga samtykt uppskotini frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum. Mett verður, at skatturin og vinningsbýtið fara at geva landskassanum 16,5 milliónir krónur næsta ár. Samgonguflokkarnir í fíggjarnevndini tóku undir við uppskotunum frá landsstýrinum. Minnilutin í nevndini, Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin, mæltu frá at samtykkja uppskotini. Minnilutin vísti millum annað á, at gjøldini til landskassan fara at gera tað fíggjarliga tyngri hjá feløgum, sum annars dkulu vera eitt alternativ til privatu bankatænasturnar. Samgonguflokkarnir í vinnunevndini taka ikki undir við einum uppskoti til samtyktar frá Tjóðveldi um at skráseta øll arbeiðsleys, og at seta í verk ítøkilig átøk, sum kunnu basa ungdóms og langtíðararbeiðsloysinum. Alfred Olsen, Bjarni Djurholm, Jógvan Skorheim og Hanus Samró siga, at arbeiðsloysið er komið niður á fimm prosent, og samgongan virkar fyri, at tað skal minka enn meiri. Teir vísa á, at landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur sett ein arbeiðsbólk, sum millum annað skal arbeiða við skrásetingini og trupulleikanum við arbeiðsloysi. ætlanin er, at arbeiðsbólkurin skal koma við áliti í apríl næsta ár, og tí mælir meirilutin í vinnunevndini løgtinginum frá at samtykkja uppskotið. Alt fleiri langtíðararbeiðsleys Minnilutin, umboðini fyri Tjóðveldi, Javnaðarflokkin og uttanflokkatingmaðurin Janus Rein, vísir á, at alt fleiri gerast langtíðararbeiðsleys. Millum 200 og 300 ungfólk eru í ALS, har tey 20 29 ára gomlu eru størsti einstaki bólkur av arbeiðsleysum. Eini 60 ungfólk fáa í løtuni almannaforsorg, og eitt ókent tal av ungum arbeiðsleys er ongastaðni skrásett. Bjørt Samuelsen, Aksel V. Johannesen og Janus Rein vísa á, at uppskotið frá Tjóðveldi snýr seg um at fáa hagtøl fyri øll arbeiðsleys, so eingin dettur niðurímillum. Málið kemur til aðru viðgerð á tingfundinum í dag, sum byrjaði klokkan 11. Føroyingar duga næstbest at gagnnýta toskin, verður samanborið við trý onnur lond við Norðuratlantshavið. Tað vísir ein greining, sum er gjørd í Íslandi. Kannað er, hvussu nógv fæst burtur úr toskinum. Ísland er nógv best í so máta. 76 prosent av toskinum verð gagnnýtt í Íslandi, 50 prosent í Føroyum, 45 prosent í Kanada og 43 prosent í Grønlandi. Hetta eru miðaltøl fyri árini 1999 til 2010. Føroyar vóru uppi á 60 prosentum í 2002, vísir íslendska greiningin. Í Íslandi fara til dømis at kalla eingi toskarhøvd til spillis. Happing og vantandi trivnaður tykist framvegis at vera ein trupulleiki í føroyska fólkaskúlanum. Sambært eini kanning, sum skúlastýrið fyri Tofta Skúla hevur latið gjørt, eru foreldrini ikki nøgd við arbeiðið hjá skúlanum at basa happing og skapa trivnað, hóast skúlin hevur roynt. Hinvegin vísir kanningin, at foreldrini eru væl nøgd við fakligu dygdina, um kunningina frá skúlanum og umstøðurnar annars. Hetta er onnur kanningin av slíkum slag í Føroyum. Bara Norðskála Oyra skúli hevur gjørt líknandi kanning áður. Í øðrum londum eru slíkar kanningar púra vanligar. Taka úrslitið í álvara Orsøkin til, at skúlastýrið á Toftum hevur tikið stig til kanningina, er, at skúlastýrið vil vita, hvat foreldur leggja dent á hjá børnunum í skúlahøpi, sigur Annfríð Neslíð í Tofta skúlastýri við Skúlablaðið. Vit taka kanningarúrslitið í álvara, og fara at arbeiða samsvarandi tí, sum foreldrini hava víst á, sigur hon. Í Tofta skúla eru fleiri enn 200 næmingar, 21 lærarar og fýra stuðlar. Nes kommuna hevur fíggjað kanningina. Skoda Fabia bilurin vigar nógv í próvførsluni hjá ákæruvaldinum móti manninum, sum er ákærdur fyri at hava beint fyri Dánjali Peturi Hansen, Pidda. Tað undrar tey, sum hava arbeitt við málinum nú í meira enn eitt ár, hví maðurin ikki fyrr enn í fjórðu avhoyringini segði, at bilurin varð stolin somu náttina, sum hann tá var skuldsettur fyri at hava beint fyri Pidda. Segði einki í grundlógaravhoyringini Tá maðurin í grundlógaravhoyringini tann 16.november í fjør varð skuldsettur fyri manndráp, segði hann einki um sítt fráveruprógv, alibi, at bilurin varð stolin. Hann segði heldur ikki, at hann sá trý fólk fara í bilinum inn í Norðoyatunnilin. Bara tvey fólk vóru í bilinum, tá hann kom úr aftur tunlinum eina góða løtu seinni. Ikki fyrr enn nakrar dagar seinni, tá skuldsetti maðurin fær at vita, at politiið hevur funnið nógv blóð í bilinum, sigur hann, at bilurin var stolin. Verjin eisini kunnast Politiið avgjørdi, at verjin hjá manninum skuldi fáa at vita um blóðið í bilinum. Tí so fekk skuldsetti maðurin tað uttan iva eisini at vita. Og tá vónaði politiið, at hann fór at siga teimum, hvar líkið av Pidda var. Men tann ætlanin mislukkaðist. Maðurin hevur frá fyrsta degi noktað seg sekan. Hann sigur seg einki vita um Pidda og lagnu hansara. Hetta var fjórðu ferð, maðurin varð avhoyrdur. Tá segði hann einki um fólkini í stolna bilinum og Norðoyatunnilin. Teirri frágreiðingini kom hann ikki við fyrr enn seinni. Ákæruvaldið undrast Tað undrar ákæruvaldið, at ein maður, sum í grundlógaravhoyring, har hann hevur bæði tulk og verja, verður skuldsettur fyri manndráp, ikki brúkar alt tað, sum hann kann verja seg við. Millum annað fráveruprógvið, alibiið, at Skoda bilurin var stolin. Ákærin segði í nevningatinginum í gjár, at frágreiðingin um stolna bilin er ein av nógvum lygnum hjá ákærda manninum. Hann fann upp á søguna um stolna bilin, tá hann fekk at vita, at politiið hevði funnið blóð í bilinum. Øll tey 11 fólkini, sum siga seg hava sæð Dánjal Petur Hansen fríggjadagin 4.november ella leygardagin 6.november í fjør, fara antin skeiv av døgunum, ella hava tey sæð onkran annan. Eg sigi ikki, at vitnini søgdu ósatt, tá tey vóru her, segði Linda Hesselberg, ákæri, í nevningatinginum í gjár. Men, legði hon afturat, tey fara antin skeiv av døgunum, ella hava tey sæð onkran annan enn Pidda. Ákærin minti nevningarnar á, at einki vitni kundi til dømis siga, á hvørjum fóti, Piddi haltaði. Í tveimum førum bar til hjá politinum at eftirkanna vitnisfrágreiðingar, segði ákærin. Tosað við Pidda Eitt vitni segði seg hava sæð og tosað við Pidda í einum handli á Glyvrum leygardagin 5.november. Men kanningar hjá politinum siga, at eingin keypti tað, sum vitni segði, at Piddi keypti, í handlinum tann dagin. Eitt annað vitni sigur seg hava sæð Pidda í Saltangará fríggjadagin. Men sambært politinum var fartelefonin hjá Pidda á Nesi stívliga eitt korter frammanundan, so Piddi skal hava gingið góðar fimm kilometrar upp á 16 minuttir, segði ákærin. Og tað er neyvan sannlíkt, segði ákærin. Hvar át og svav hann Linda Hesselberg bað eisini nevningarnar hugsa um, hví Piddi ongantíð var heima við hús á Gerðisvegi hesar báðar dagarnar, og hvar svav hann og hvar át hann Tey 11 vitnini hjá verjanum hava ikki ávirkað ástøðið hjá ákæruvaldinum, sum er, at ákærdi maðurin leyp á Pidda í sovikamarinum á Gerðisvegi 34 fríggjanáttina ella tíðliga fríggjamorgunin 4.november. Antin doyði hann tá alt fyri eitt ella seinni um morgunin. Andstøðuflokkarnir í løgtinginum og Janus Rein, uttanflokkatingmaður, vilja hava landsstýrið at gera eina heildarætlan um, hvat skal gerast fyri at fyribyrgja kynsligum ágangi og viðgera hann. Uppskot til samtyktar um hetta kom í løgtingið í gjár. Krógvaður í mansaldrar Tey, sum eiga uppskotið, siga, at í Føroyum hevur kynsligur ágangur verið krógvaður í mansaldrar. Nú er evnið komið fram í ljósið, og tað eigur ikki at sleppa inn aftur í myrkrið. Tey vísa millum annað á, at sálarfrøðingurin, Tóra Petersen, hevur spurt næmingar í áttanda flokki. 5,2 prosent siga seg hava verið fyri kynsligari misnýtslu. Hetta eru 36 børn í einum árgangi. Longu í 2. minutti legði Rannvá B. Andreasen Føroyar á sigurskós, og áðrenn steðgin høvdu Íðunn Magnussen, og aftur Rannvá B. Andreasen og Sofía Purkhús lagt føroysku kvinnurnar á odda 4 0. Føroysku kvinnurnar vóru eisini greitt oman á í seinna hálvleiki. Fríðrún Danielsen økti til 5 0, og Malena Josephsen syrgdi seinni fyri síðsta málinum í 6 0 sigrinum. Venjingardysturin móti Luksemburg var partur av fyrireikingini til HM undankapping, sum verður frá 4. til 9. apríl Týsdagin fer løgtingið at hava aðalorðaskifti um fiskivinnupolitikkin. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, legði eina frágreiðing um fiskivinnupolitikkin fyri løgtingið í dag. Frágreiðingin er ætlað at vera grundarlag undir orðaskiftinum, sum kann geva íkast til arbeiðið at endurskoða lógina um vinnuligan fiskiskap. Frágreiðingin kann lesast her Norðoya Sparikassi og Klaksvíkar kommuna hava gjørt semju um Badmintonhøllina og KÍ høllina, so at býráðið kann yvirtaka hallirnar. Tað ber framvegis ikki til at fáa at vita, hvat semjan snýr seg um. Norðoya Sparikassi vil einki siga, og vísir til kommununa. Gunvá við Keldu, borgarstjóri, sigur, at hon heldur einki kann siga um málið, tí semjan skal leggjast fyri býráðsfundin 11. desember. Býráðið skal viðgera semjuna á fundinum, og ikki fyrr enn fundurin hevur verið, verður greitt, um kommunan yvirtekur hallirnar. Skuldin 17,5 milliónir krónur. Hóast lítið er upplýst í málinum, so tykist vera greitt, at skuldin í KÍ høllini og Badmintonhøllini er tilsamans 17,5 miljónir krónur. Og hóast Badmintonhøllin er nýggj, so hevur hon ein skaða, sum skal umvælast. Skaðin er so mikið stórur, at Hondbóltssambandið vil ikki geva liðunum í fremstu deildunum loyvi at spæla í høllini, tí vandi er fyri, at leikarar kunnu glíða og bróta seg sundur. Umvælingin av høllini er eisini ein spurningur, sum skal leggjast fyri býráðið á fundinum 11. desember, sigur Gunvá við Keldu. Landskassin vil hava pengar frá reiðaríum á trimum djúpvatnstrolarum, sum hava selt meira fisk uttanlands, enn teir hava loyvi til. Og tá tey ikki vilja gjalda, er rætturin biðin um at krevja pengarnar frá skipunum. Tí hevur Fiskiveiðueftirlitið drigið reiðaríini, sum eiga trolararnar Rankan, Sjagaklett og Steintór í rættin. Eftir kunngerðini um sølu av fiski uttanlands, sum er frá 2005, hava trolararnir selt meira fisk uttanlands, enn tey 25 prosentini, sum teir hava loyvi til. 30 prosent til landskassan Eftir kunngerðini skulu skip, sum selja meira uttanlands, enn kunngerðin loyvir, rinda 30 prosent til landskassan. Málini eru frá 2009 og 2010. Onnur reiðarí vórðu eisini kravd eftir gjaldi til landskassan, men tey rindaðu pengarnar. Tað vildu eigararnir av Rankanum, Sjagakletti og Steintór ikki, og tí er rætturin biðin um at krevja pengarnar inn. Ymiskt er, hvussu nógvan pening trolararnir eru kravdir eftir. Størsta kravið er slaka millón krónur., og minsta kravið er niðan fyri 50.000 krónur. Fyrireikandi rættarfundur verður 10. desember. Næsta summar fer Atlantsflog eisini at flúgva beinleiðis til Milano í Italia. Flogið verður hvønn leygardag millum Vágar og Milano í umleið tveir mánaðir, frá 29. juni til 24. august, við Airbus flogfarinum. Í fjør byrjaði Atlantsflog rutu til Barcelona í Spania við nýggja Airbus flogfarinum, og henda rutan verður eisini flogin næsta summar. Flogið verður beinleiðis millum Vágar og Barcelona hvønn sunnudag í umleið tríggjar mánaðir, frá 9. juni til 1. september. Leiguflúgving fyri Atlantis Rejser Atlantsflog gjørdi herfyri sáttmála við donsku ferðaskrivstovuna Atlantis Rejser um leiguflúgving úr Billund til millum annað Sharm el Sheikh í Egyptalandi í 2013 og 2014. Flogið verður alt árið, men mesta virksemið verður vetrarhálvuna. Í hesum sambandi er Atlantsflog farið at kanna møguleikarnar at útvega eitt Airbus 319 flogfar afturat. Umsetningurin í sáttmálanum um leiguflúgving fyri Atlantis Rejser verður umleið 75 milliónir krónur tilsamans. Ákæri maðurin í Pidda málinum fór inn í húsini á Gerðisvegi í Saltangará við tí endamáli á drepa Dánjal Petur Hansen. Tað segði Linda Hesselberg, ákæri, tá proseduran í Pidda málinum byrjaði fyrrapartin. Í prosedurunum taka ákæri og verji samanum og royna, hvør í sínum lagi, at sannføra nevningarnar um, at annaðhvørt er ákærdi maðurin sekur ella ósekur í teimum sjey brotsverkunum, sum hann er ákærdur fyri. Í dag hevur Linda Hesselberg, ákæri sína framløgu, og fríggjadagin fer verjin, Anfinn V. Hansen, at leggja síni sjónarmið fyri nevningarnar. Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum. Hvonn ogsøtur urtakervil oghavið Hvonn og søtur urtakervil hóska sera væl at krydda snaps við. Báðar urtirnar hava slagkraft, saft og sús til tann heldur sterka vodkasmakkin, ið flestu reinu snapsar hava. Í hesum føri samfylla havið og urtirnar væl hvørt annað. Vaska urtirnar væl og petta í hóskandi bitar. Stappa urtirnar niður í fløskuna, eftir at tú sjálvandi hevur skálað ein einkultan til einglarnar. Skrúva proppin á aftur og vend fløskuni nakrar ferðir, so urtirnar eru væl breiddar út í fløskuni, og lat standa rúma tíð. Smakkurin verður alt eftir, hvussu nógvar urtir, tú letur í, og hvussu leingi, tú letur tað standa. Góð ráð Vilt tú varðveita tann grøna litin, pakka tá fløskuna inn í stanniol, so blaðgrønin í urtunum ikki skiftir lit til brúnt av sólarljósinum. Væl gagnist ella lat bara vera við at drekka snaps, tað er helst ikki gott fyri teg Urtamajonesa Urtaolja Ger eina olju við teimum urtunum, sum tú hevur funnið, við at blenda tær væl við einari neutralari olju. Til dømis plantu ella rapsolju. Aftaná er tað smá kokkaligt at lata oljuna ígjøgnum eitt klæði, so leivdir av stelkunum og annað ikki koma við. Tað sær bara meira prof. út, tá tú serverar tað. So er klárt at røra majonesu 3 pasteuriseraðar eyggjareyðar eitt vet av salti ein slett av edikki Urtaolja Rør fyrst reyðarnar við saltinum, til tað tjúknar. Lat síðani í einari tunnari strálu oljuna í, meðan tú rørir. Smakka at enda til við ediki. Tað krevur kanska eitt sindur av venjing at fáa lutfallið í ordan, men tað er bara at royna. Snerkt rugbreyð Rugbreyð Smør Smyr smør á báðar síður. Snerk á heitari grill í 1 2 min á hvørjari síðu kom nú, hvussu ringt kann tað vera Dampaðir kræklingar Brúka eina passaliga stóra stoypijarnsgrýtu ella okkurt líknandi við loki. Vaska kræklingin væl. Ordiliga væl Tað er fullkomin niðurtúrur at tyggja sand og annað slíkt, tá tú fært tær upp í munnin av kræklingakjøti. So skrubba og skola væl og virðiliga. Tú skalt brúka Kræklingar Urtaoljuna Smør Sjógv Snapsin við hvonn og søtum urtakervili Urtirnar Bótarurt, søtan urtakervil, hvonn og grønleyk Hita grýtuna. Hon skal vera heit. Eg brúki eina olju av blomstrunum av bjarnarleyki, ið hevur staðið eina tíð, so oljan hevur fingið sterkan smakk. Lat urtaoljuna og smør í. Tá oljan og smørið byrja at smelta saman, fer kræklingurin, sjógvurin og hvannsnapsurin í. So skal lokið á beinanvegin, so dampurin verður verandi í grýtuni. Rist grýtuna shaken, not stirred . Eftir fáum minuttum er kræklingurin opin, og klárt er at venda urtirnar í á aftur við lokinum eina lítla løtu afturat, so er klárt at servera Dyppa krækling og snerkta breyðið í majonesuna og skola niður við snapsinum. Vælgagnist Skaffa hetta 2 kg rugmjøl 2,5 kg hveiti 1 pk natron 2 tsk bakipulvur 3 l vatn flótt Knoða alt væl saman. Rulla drýlin í quot pylsur quot , sum hvør vigar 900 g og gevur umleið 8 9 stk. Tá teir eru slignir upp, skulu teir standa í 1 tíma, áðrenn teir verða settir inn í ovnin at baka á 200 stigum í umleið 45 minuttir. Akkurát ein hálvleikur, so tú kanst bjóða drýlin í hálvleikinum, ella til teir eru 96 stig innaní, um tú ert so framkomin, at tú nýtir hitamátara. Rabarbudrýlurin Sama mannagongd sum við drýlinum hjá Jórun, men heldur enn at nýta natron, bakipulvur og vatn, lati eg ølger og rabarbuøl í . Tey plaga at siga, at bakstur er quot rocketscience quot alt skal verða mált til milligrammið, men í hesum føri er bara at royna seg fram. Dugir tú at gera vanligan drýl, so meistrar tú skjótt rabarbudrýlin. Og hví ikki royna okkurt heilt triðja Tað vil siga Hveitimjøl Ølger Rabarbuøl Salt Sukur Vend øllum saman og knoða væl. Sker í smærri bollar og snerk teir á turrari pannu. Baka við 200 stig í einar 18 minuttir. Sker drýlarnar í hóskandi stykki, tá ið teir eru kólnaðir. Vend í olju og snerk á grillini ella á eini pannu. So er drýlurin klárur til restina av rávørunum og nei, drýlurin verður ikki ljósareyður tíverri . Súltaðar rabarbur 1 Ydun rabarbuøl 4 spsk. hunang rabarbur Lat rabarbuølina og hunangin í eina grýtu og kóka lakan niður í helvt. Sker hagreiddu rabarburnar í stykki minst til at nýta smidligar og stívar rabarbur . Legg rabarburnar í heita lakan og set til síðis við loki á, so tær kunnu súgva allan tann góða lakan í seg. Legg rabarburnar eini trý stk. niðast á drýlin. Jomfrúhummari Sker jomfrúhummaran í helvt. Tak tarmin úr. Pensla við olju og salti. Grilla á báðum síðum í einar 3 minuttir. Tak úr skeljunum. Legg upp Fyrst drýl, so rabarburnar og jomfrúhummaran. Brenn skinkuna og legg upp saman við vatnkarsa og rivnum osti. So lætt og so gott. Vælgagnist Karen Marie Olesen takkar nú fyri seg í starvinum sum landfúti í Føroyum. Hon tekur á nýggjárinum við nýggjum starvi sum starvsfólkaleiðari í Sydøstjyllands Politi í Horsens. Karen Marie Olsen tók gjørdist fúti í Føroyum 1. oktober í 2005, og hevur sostatt verið í starvinum í sjey ár. Tað hava verið sjey góð ár í Føroyum, sigur Karen Marie Olesen við útvarpið. Tað ber ikki til, at fyritøkur, sum vilja selja vørur til lond uttan fyri ES, sjálvar skulu gjalda fyri at fáa avtalur við hesi londini, tí Heilsufrøðiliga starvsstovan ikki hevur pengar ella orku til at gera avtalurnar. Tað heldur Ráfiskakeyparafelagið, sum biður Fíggjarnevndina fáa pengar í fíggjarlógina næsta ár, so Heilsufrøðiliga starvsstovan kann gera avtalur við heilsumyndugleikan í triðjalondum, londum uttan fyri ES, sum vilja keypa frá føroyingum. Vinnumálaráðið, sum varðar av Heilsufrøðiligu starvsstovuni, hevur eisini biðið Fíggjarnevndina játtað fleiri pengar, Vinnumálaráðið biður um 800.000 krónur. Eitt nú í Brasil er stórur áhugi fyri at keypa fisk úr Føroyum. Men tað ber ikki til, tí Føroyar hava onga heilsufrøðiliga avtalu við Brasil. Í staðin fyri fer føroyskur saltfiskur til eitt annað Norðurland, sum hevur slíka avtalu við Brasil. Í tí landinum verður fiskurin merktur umaftur, og so verður hann útfluttur til Brasil sum norskur ella íslendskur saltfiskur, segði Bárður Enni, stjóri á Heilsufrøðiligu starvsstovuni, við Útvarpið í gjár. Vilja hava serliga játtan Ráfiskakeyparafelagið vil hava løgtingið at lata Heilsufrøðiligu starvsstovuni eina serliga játtan, sum er markað til triðjalandsavtalur, eisini um tingið ikki vil hækka heildarjáttanina hjá stovninum. Nú fólk í Suðurevropa ikki longur keypa so nógvan føroyskan fisk, tí har er kreppa, noyðast føroyskir útflytarar at finna aðrar marknaðir. Og teir áhugaverdastu eru uttan fyri Evropa, eitt nú í Brasil, sigur Ráfiskakeyparafelagið. Ráfiskakeyparafelagið hevur sagt við Fíggjarnevndina, at felagið heldur tað ikki vera rætt, at einstakar fyritøkur skulu fíggja kostnaðin hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni av at gera avtalur við triðjalond. Andras Gango, sum í fjør spældi fyri KÍ, skal komandi kappingarár spæla fyri 07 Vestur. Heimasíðan hjá 07 Vestur skrivar, at partarnir hava undirskrivað ein eitt ára sáttmála. Komandi kappingarár verður tað áttanda kappingarárið hjá 28 ára gamla málverjanum úr Ungarn í føroyskum fótbólti. Andras Gango, sum higartil hevur spælt 151 landskappingardystir, kom til ÍF í 2006, og umboðaði NSÍ í tvey ár, áðrenn hann í fjør skifti til KÍ. Tórshavnar kommuna hevur sett Ruth Vang í starv sum leiðara á barna og ungdómsdeildini, nú Katrin Petersen, sum hevur verið leiðari á deildini síðani 2006, fer frá við eftirløn. Ruth Vang er 46 ára gomul. Hon er útbúgvin ljósmóðir í 1995 og HD í roknskapi og fíggjastýring frá Aarhus School of Business í 2006. Harumframt hevur hon útbúgving innan leiðslu, fyrisiting og fíggjarráðgeving. Ruth Vang hevur millum annað starvast sum dagligur leiðari á ljósmøðraskipanini á Landssjúkrahúsinum og seinni eitt longri tíðarskeið sum fyrisitingarligur leiðari fyri alla ljósmøðraskipanina í Føroyum. Harumframt hevur Ruth Vang drúgvar royndir í fíggjarvinnuni sum ráðgevi. Stórt málsøki Barna og ungdómsdeildin fevnir um dagstovnaøkið, frítíðarskúlar, ungdómsvirksemi og námsfrøðiliga ráðgeving. Hetta er størsta einstaka málsøkið hjá Tórshavnar kommunu við um 40 stovnum, 2.300 børnum og 520 starvsfólkum í ymsu skipanunum. Rakstrarjáttanin er umleið 140 milliónir krónur. netto. Hóast freistin at stilla upp ikki er farin, er longu greitt, at tað verður stríðsval um formanssessin í Fiskimannafelagnum. Jan Højgaard, sum hevur verið formaður í Fiskimannafelagnum í seks ár, fær kapping frá Sakarisi Zachariasen, sum hevur boðað frá, at hann stillar upp ímóti sitandi formanninum. Freistin at stilla upp til formansvalið í Fiskimannafelagnum er 4. desember. Valið byrjar 15. desember, og 31. januar verða atkvøðurnar taldar, Nýggja formansskeiðið byrjar 1. februar. Formansskeiðið í Fiskimannafelagnum er trý ár. Í Grønlandi skulu borgararnir gjalda minni skatt næsta ár. Grønlendska landstingið hevur gjørt av at lækka skattin eitt prosent. Hetta er ein liður í eini skattanýskipan. Allar fýra kommunurnar hava gjørt av at hava óbroytt skattaprosent næsta ár. Tað vísir eitt yvirlit, sum blaðið Sermitsiaq hevur gjørt yvir samtyktu fíggjarætlanirnar hjá kommununum fyri næsta ár. Og hetta merkir sostatt, at grønlendski skattaborgarin skal gjalda eitt prosent minni í skatti næsta ár. Líkið av fyrrverandi palestinska forsetanum, Yasser Arafat, varð í morgun flutt til eina mosku, har palestinskir læknar skulu taka nakrar royndir. Royndirnar skulu síðani kannast av sveisiskum, fronskum, russiskum og palestinskum serfrøðingum, í eini roynd at fáa greiði á, um fyrrverandi forsetin doyði av eitran. Tað fer at taka fleiri mánaðir at fáa greiði á málinum, og aðrir serfrøðingar vilja vera við, at hóast Arafat varð eitraður við geislavirkna evninum polonium, so er ikki vist, at nøkur spor eru at finna, tí polonium hvørvur skjótt. Doyði í 2004 Yasser Arafat doyði á einum fronskum hernaðarsjúkrahúsi í 2004, men deyðsorsøkin er ongantíð endaliga staðfest. Seinni eru stórar nøgdir av polonium funnar í klæðunum hjá Arafat, og tí gav ein franskur dómstólur í august boð um at kanna málið sum drápsmál. Sunnudagin komu nakrir franskir dómarar til Ramallah, har teir skulu vera við til at kanna líkið. Líkið verður jarðað aftur, so skjótt sum rættarlæknarnir eru lidnir at taka royndir. Tað var einkjan eftir Arafat, Suha, sum bað fronsku myndugleikarnar um at kanna málið, men fleiri av næstringunum hjá Arafat hava funnist at tí avgerðini. Heilsufrøðiliga starvsstovan fær ikki hjálpt føroysku vinnuni við at útflyta til triðjalond, tí stovnurin hevur ikki pengar til tess. Triðjalond eru londini, sum ikki eru í ES. Stjórin á Heilsufrøðiligu starvsstovuni hevur greitt Fíggjarnevndini frá, at nettojáttanin hjá stovninum er minkað 15 prosent síðstu árini.Tað ger, at ikki ber til at gera avtalur við lond sum Russland, Kina og Brasil um føroyskar vørur. Hvørki játtan ella fólk Millum annað hevur Heilsufrøðiliga starvsstovan hvørki játtan ella fólk til at samráðast við Brasil um sínámillum góðkenning av heilsufrøðiliga myndugleikanum. Ein norðurlendsk fyritøka selur av og á føroyskan saltfisk til Brasil. Men tað er alt annað enn lætt, tí eingin avtala er millum brasilsku matvørumyndugleikarnar og føroysku matvørumyndugleikarnar um treytirnar fyri at útflyta matvørur úr Føroyum til Brasil. Myndugleikarnir í Kanada hava spurt um føroyskan laks og føroyskt fiskamjøl. Enn hava ikki verið stundir at svara. Er ikki nøktandi Niðurstøðan hjá Vinnumálaráðnum, sum varðar av Heilsufrøðiligu starvsstovuni, er greið. Tað er ikki nøktandi hjá einum matvøruframleiðandi landi sum Føroyar, at okkara vørur ikki sleppa á útlendskar marknaðir, tí Heilsufrøðiliga starvsstovan rætt og slætt ikki hevur orku at hjálpa vinnuni við hesum. Stovnurin hevur brúk fyri 800.000 krónur. afturat, skal hann gera avtalur við triðjalond. Í skrivi frá Vinnumálaráðnum til Fíggjarnevndina verður eisini víst á, at sparingarnar kunnu gera, at sjúka aftur fer at gera um seg í alivinnuni. Øll eftirlitsfólkini, sum gjøgnum játtanina til at basa fiskasjúkum vóru sett á Fiskasjúkudeildini at hava eftirlit við alivinnuni burturav, eru søgd úr starvi, tí upprunaliga verkætlanin er liðug. Alt bendir á, at samgongan fær undirtøku í løgtinginum fyri at krevja skatt og vinningsbýti frá Húsalánsgrunninum, Búnaðargrunninum og Realinum. Meirilutin í fíggjarnevndini tekur undir uppskotunum hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum, sum skulu geva landsstýrinum heimild at krevja hesi gjøldini frá grunnunum. Tað stendur í álitinum hjá fíggjarnevndini hjá løgtinginum. Meirilutin er umboðini hjá samgonguni, Bárður Nielsen, Bill Justinussen, Jákup Mikkelsen og Rodmundur Nielsen. Mett verður, at skatturin og vinningsbýtið fara at geva landskassanum tilsamans 16,5 milliónir krónur næsta ár. Minnilutin mælir frá Minnilutin í fíggjarnevndini Kristina Háfoss, Eyðgunn Samuelsen og Aksel V. Johannesen mælir frá at samtykkja uppskotið. Tey siga, at gjøldini til landskassan fara at gera tað fíggjarliga tyngri fyri feløg, sum annars skuldu vera eitt alternativ til privatu bankatænasturnar. Eisini finst minnilutin at grundgevingunum hjá landsstýrinum fyri lógarbroytingini. Landsstýrið hevur víst á, at uppskotið hevur til endamáls at skapa eins fyritreytir fyri teir stovnar og tey feløg, sum virka á føroyska lánimarknaðinum . Men hetta er ein undarlig grundgeving, tí feløgini, sum nú skulu rinda skatt og avkast, hava als ikki somu fyritreytir sum privatu peningastovnarnir, sigur minnilutin. Uppskotini kom til 2. viðgerð í løgtinginum í dag. Løgtingsfundurin byrjar klokkan 11. Boringin í brunninum Brugdan II í føroyska landgrunninum er fyribils steðgað. Fyristøðufelagið Statoil boðar frá í morgun, at nú veturin er komin, er verri veður væntandi. Tí er boringin steðgað fyribils. Landsstýrið hevur givið feløgunum, sum bora, útseting til árslok næsta ár. Brugdan II brunnurin er boraður til løgini undir basaltinum, men rokkið er ikki á mál enn. Brunnurin er í ein landsynning úr Føroyum. Havdýpið er 450 metrar. Borurin varð settur í tann 17.juni í ár, og boringin skuldi vera liðug hálvan november. tlaðu at bora til nýggjárs Tá, fyri tveimum vikum síðani, segði Rúni M. Hansen, stjóri í Statoil, við Útvarpið, at ætlanin var at bora til nýggjárs. Samstundis sum Statoil longdi sáttmálarnar við sínar undirveitarar tað, sum eftir er av árinum, ásannaði Rúni M. Hansen, at føroyski veturin kann tarna arbeiðinum uppaftur meira. Statoil eigur helvtina av Brugdan loyvinum. Samstarvsfeløgini eru ExxonMobil Exploration and Production Faroe Islands, sum eigur 49 prosent og Atlantic Petroleum, sum eigur eitt prosent. Brugdan II brunnurin er áttandi leitibrunnurin, sum verður boraður á føroyska landgrunninum síðani 2001. Løgtingið fer í morgin at taka endaliga støðu til, um Strandferðslan skal fáa 13,5 milliónir krónur at umvæla Smyril í vár og leiga avloysaraskip. Johan Dahl, landsstýrismaður, hevur biðið løgtingið um heimildina. Fíggjarnevndin viðgjørdi uppskotið, og øll nevndin tók undir við tí. Málið varð samtykt við aðru viðgerð mikudagin, og í morgin kemur tað til triðju og endaliga viðgerð. Av tí at Smyril er so stórt skip, er neyðugt at umvæla hann á útlendskari skipasmiðju. ætlanin er, at hann skal fara í dokk í 4 5 vikur í vár, tá ikki er so nógv trýst er á flutninginum. Dokking og avloysaraskip Sambært viðmerkingunum til uppskotið, væntar Vinnumálaráðið, at dokkingin fer at kosta 8 milliónir og 750.000 krónur. Avloysaraskipið verður mett at kosta 4 milliónir og 750.000 krónur. Arbeitt verður við at útvega avloysaraskip, sum hevur somu orku sum Smyril at flyta fólk og farm. Strandferðslan hevur millum annað kannað møguleikarnar at leiga Norrønu, men enn er eingin avgerð tikin. Seinast, Smyril var í dokk, var í 2010, og tá kostaði arbeiðið góðar 12 milliónir krónur. Nýggja Betesda í Klaksvík skal hitast við sjóhita. Arbeiðið við sjóhitaskipanini er byrjað, og í vikuni varð eitt hol grivið uttast ífyllingini á Sandinum. Holið skal rúma einum stórum pumpibrunni, oghar skal ein stórur innsúgvingartangi leggjast við pumpu á. Hon skal kunna pumpa 20 rúmmetrar av sjógvi til eina hitavekslaraskipan í kjallaranum í nýggja Betesda. Gólvhitaskipan eru løgd um alt húsið. Talan er um eina 60 kwt hitavekslaraskipan, sum kostar umleið 300.000 krónur. ætlanin er at royna hitaskipanina, so skjótt Betesda er innilokað, væntandi um ársskiftið. Jan er 48 ára gamal, og er útbúgvin cand.merc. við sergrein í fígging og roknskapi frá Handilsháskúlanum í Keypmannahavn. Hann hevur drúgvar royndir úr fíggjarheiminum, har hann millum annað hevur starvast sum risk manager og sum leiðari á íløgudeildini í BankNordik. Nýggj lóggáva við kravdari samansparing til eftirløn verður eftir ætlan sett í gildi í næstum, og haruumframt er felagið farið undir at gera eftirlønarskipanirnar einfaldari. Nýggi stjórin í Lívstrygging skal saman við nevndini laga felagið til hesar broytingar. Maðurin, sum leygardagin varð tikin, tí hann oysti kaffi í andlitið á einum øðrum manni, er varðhaldsfongslaður í fýra vikur. Hann skal eisini persónkannast. Tað gjørdi rætturin av, tá maðurin var til grundlógaravhoyring í gjárkvøldið. Maðurin fór seinnapartin leygardagin inn á eina listaframsýning í høvuðsstaðnum. Har skonkti hann sær ein kopp av kaffi, men í staðin fyri at drekka tað, oysti hann kaffið í andlitið á einum øðrum manni, sum var í hølinum. Maðurin er kenningur hjá løgregluni. Fólk í almennum starvi fara í framtíðini ikki at fáa almenna løn, og samstundis løn fyri at sita í almennum nevndum. Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, sum hevur sett sjøtul á at endavenda mongu almennu nevndirnar og ráðini, sum eru í Føroyum. Ein fyribilsuppgerð vísir, at tað eru minst 172 almennar nevndir og ráð, sum tað almenna rindar 11 millónir krónur. um árið í samsýning. Tað skal vera gjøgnumskygt, hvagar almennu pengarnir fara, og fyrst í nýggja árinum verða allar nevndir og ráð at síggja á heimasíðuni hjá Løgmansskrivstovuni eisini samsýningar, fundir og úrslit hjá nevndunum og ráðunum, sigur løgmaður. Fíggingargrunnurin 300.000 krónur. Í uppgerðini, sum Løgmansskrivstovan hevur latið gjørt, sæst, hvat summar nevndir fáa í samsýning. Nevndin í Fíggingargrunninum fekk 300.000 krónur. í 2009, Stýrið fyri El nevndina fekk 201.000 krónur. í 2010, Stýrið fyri Kringvarpið fekk 208.000 krónur. í 2010, Fiskidaganevndin fekk 195.000 krónur. í fjør, Mentanargrunnur Landsins 85.000 krónur. í 2010, Menningarhjálp 45.000 krónur. í fjør og Sjúklingaráðið 30.000 krónur., í fjør. Føroya Tele 875.000 krónur. So koma tey stóru almennu feløgini. Nevndin í Føroya Tele fekk 875.000 krónur. í fjør, nevndin í Atlantic Airways 900.000 krónur. í fjør, nevndin fyri Vága Floghavn 624.000 krónur. í fjør, og tvær ferðir so nógva løn í tíðini, tað tekur at útbyggja floghavnina, og nevndin í Vágatunlinum fekk 120.000 krónur. í samsýning í fjør. Tey 172 ráðini og nevndirnar er úrslitið, sum higartil er komið fram, men talan er um nógv fleiri nevndir og ráð, sigur løgmaður Tað er ein spurningur um lógartulking, um íslendingar fáa betri atgongd til føroysku alivinnuna enn aðrir útlendingar, tá alilógin er broytt. Ta tulkingina hevur Vinnumálaráðið ikki gjørt. Og hon verður ikki gjørd, fyrr enn tað verður neyðugt, verður upplýst í Vinnumálaráðnum. Tað verður ikki neyðugt at tulka lógirnar, fyrr enn íslendingar ætla sær meira enn 20 prosent í føroyskari aling. Orsøkin til, at íslendingar eru øðrvísi staddir enn aðrir útlendingar, er Hoyvíkssáttmálin millum Føroyar og Ísland. Avmarkar útlendska ogn Ásetingarnar í Hoyvíkssáttmálanum eru settar í gildi við løgtingslóg í 2006. Sambært lógini og sáttmálanum ber ikki til at forða íslendingum í at gera íløgur í Føroyum. Men alilógin, sum skal broytast, avmarkar útlendska ogn í føroysku alivinnuni. Og er ikki samsvar millum Hoyvíkssáttmálan og alilógina, tá hon er broytt, verður neyðugt at tulka lógirnar fyri at vita, um íslendingar kunnu eiga meira enn 20 prosent í føroysku alivinnuni, er niðurstøðan í Vinnumálaráðnum. Hinvegin kunnu onnur enn íslendingar ikki stovna felag í Íslandi fyri á tann hátt at brúka Hoyvíkissáttmálan fyri at sleppa fram at føroysku alingini. Landsstýrið hevur ongar ætlanir um at seta á stovn eftirskúla í Føroyum. Búskaparliga støðan forðar fyri tí, og eingin peningur er settur av á fíggjarlógini til endamálið. Tað upplýsti Bjørn Kalsø, landsstýrismaður við mentamálum, í løgtinginum, tá hann svaraði einum fyrispurningi frá Gunvør Balle, tingkvinnu. Samstundis staðfesti landsstýrismaðurin, at tørvur er á eftirskúla í Føroyum. Tøl frá Studna vísa, at seinastu fýra skúlaárini eru millum 80 og 90 ungir føroyingar hvørt ár farnir á eftirskúla uttanlands. Fleiri gentur Nógv fleiri gentur enn dreingir fara á eftirskúla, upplýsti landsstýrismaðurin. Bjørn Kalsø segði, at um onnur taka stig til ein eftirskúla, so fer landsstýrismaðurin viðgera hetta samsvarandi galdandi lóggávu. Sambært galdandi lóg skal skúlin vera sjálvsognarstovnur, og lógin eggjar til, at áhugabólkar skipa fyri og leggja fíggjarliga grundarlagið til íløgur og rakstur, áðrenn stuðul verður veittur frá landskassanum. Stuðul til íløgu og rakstur Sambært lógini veitir landskassin 50 prosent í íløgustuðli og 70 prosent í árligum rakstrarstuðli. Í Danmark har nógv flest føroysk ung fara á eftirskúla eru fleiri eftirskúlar niðurlagdir seinastu árini, tí teir fáa ikki nóg nógvar næmingar. Danir meta, at millum annað búskaparkreppan hevur havt við sær, at færri søkja á eftirskúla. Foreldrini hava ikki ráð at senda síni børn á eftirskúla fyri einar 50.000 til 60.000 krónur um árið, tá tey kunnu ganga í fólkaskúla ókeypis. Enn røkist einki fyri, at partafelagið Vága floghavn fær pengarnar, 27 milliónir krónur, sum felagið legði út, fyri at fáa ruddað burtur gamla dynamittið við flogvøllin. Tosað hevur verið um at stevna statinum ella byggifelagnum, sum útbygdi flogvøllin síðst í sjeytiárunum. Byggifelagið E. Phil ogSøn útbygdi flogvøllin síðst í sjeytiárunum. Spreingievnið stavar frá tí arbeiðinum. Men tað ber neyvan til at stevna byggifelagnum, tí fyrningarfreistin er langt síðani farin. Stevna ikki statinum Hin møguleikin er at stevna danska statinum fyri at lata føroyingum flogvøllin, uttan at heimastýrið visti nakað um fjalda spreingievnið. Flogvøllurin varð yvirtikin í 2008, so fyrningarfreistin er til næsta ár. Johan Dahl, landsstýrismaður, sigur í dag, at arbeitt verður ikki longur við møguleikanum at stevna. Fyri hálvum ári síðani boðaði Johan Dahl frá, at hann hevði biðið danska ferðslumálaráðharran um at fáa loyvi frá fólkatinginum um at taka pengarnar úr Íleggingargrunninum, at niðurkapitalisera grunnin. Haðani eru pengarnir, 365 milliónir, tiknir til útbyggingina á flogvøllinum. Bíða eftir danska vinnumálaráðnum Johan Dahl sigur, at ferðslumálaráðharrin beindi málið í danska vinnu og vakstrarmálaráðið, sum varðar av Íleggingargrunninum. Tað er tí føroyska Fíggjarmálaráðið, sum hevur málið nú, sigur Johan Dahl. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, var á fundi í Danmark um málið fyri nøkrum vikum síðani. Johan Dahl sigur í dag, at fáast tær 27 milliónirnar ikki úr Íleggingargrunninum, er tað ein politiskur spurningur, hvussu pengarnir so skulu finnast. Tað kemur ikki upp á tal at skerja farstøðina meira, enn hon longu er skerd, sigur hann. Koma eingir pengar yvirhøvur, hevur Vága Floghavn 27 milliónir krónur minni til farstøðina, sum nú er í gerð. Jørgen Niclasen sigur, at hann bíðar eftir svari frá vinnu og vakstrarmálaráðharranum, sum lovaði at viðgera málið. Løgmaður fer ikki at gera nakað fyri at bjarga Landsbankanum undan at verða tikin av. Málið er nóg væl lýst, og eingin vandi er á ferð, heldur løgmaður. Kaj Leo Holm Johannesen hevur svarað Kristinu Háfoss, løgtingskvinnu, sum millum annað spurdi, um løgmaður fer at fáa málið fram aftur, fyri at fáa tað lýst til fulnar. Svarið er stutt. Løgmaður metir, at málið er nóg væl lýst. Landskassin sparir pening Løgmaður sigur í svarinum, at umskipanin av stovnum og virksemi hjá Fíggjarmálaráðnum geva landskassanum seks milliónir næsta ár, og sjey milliónir krónur um árið frá 2014. Kaj Leo Holm Johannesen sigur tað sama sum Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, at nýggja Gjaldstovuráðið og Búskaparráðið skulu tryggja óhefta búskaparráðgeving. Og løgmaður heldur ikki, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur brotið lógina um ábyrgd landsstýrismanna í Landsbankamálinum. Føroyar er einasta landið í Norðurlondum, har fólkatalið minkar. Í øllum hinum Norðurlondum er fólkavøkstur. Tað vísa tølini í norðurlendsku hagtalsárbókini, sum júst er almannakunngjørd. Í seinastuni hevur afturgongd verið í fólkatalinum í Grønlandi og Íslandi, men nú er aftur framgongd. Frá 2010 til 2012 er samlaða fólkatalið í Norðurlondum vaksið nærum 370.000, upp í 25,9 milliónir fólk. Svøríki hevur flest fólk Í Svøríki búgva 9,5 milliónir fólk, í Danmark 5,6 milliónir, í Finnlandi 5,4 milliónir, í Noregi 5 milliónir, í Íslandi 320.000, í Grønlandi 56.700, í Føroyum 48.300 og í Álandi 28.400 fólk. Síðan 1990 er fólkatalið í Norðurlondum vaksið við 2,6 milliónum. Størsti fólkavøkstur hevur verið í Íslandi, 26 prosent, og í Noregi og Álandi, har fólkavøksturin hevur verið 17 prosent síðani 1990. Føroyskar kvinnur eru eftirbátur í Norðurlondum, tá tað ræður um at fáa sær hægri útbúgving. Bara 21 prosent av føroysku kvinnunum hava útbúgving frá universiteti og øðrum hægri lærustovni. Í flestu av hinum norðurlondunum hava fleiri enn 30 prosent av kvinnunum hægri útbúgving. Tað vísir ein samanbering millum norðurlondini í nýggjastu norðurlendsku hagtalsárbókini. Finnland á odda Kvinnurnar í Finnlandi eru tær, sum eru best fyri við útbúgving frá hægri lærustovni. 34 prosent av finsku kvinnunum hava hægri útbúgving. Á øðrum plássi er Norra og síðani kemur Svøríki. Fjórðbestar eru kvinnurnar í Íslandi, har 30 prosent hava hægri útbúgving. Síðani kemur Danmark við 28 prosentum og so Áland, har 25 prosent hava hægri útbúgving. Og aftast á listanum eru Føroyar við bara 21 prosentum. Grønland er ikki við í hagtølunum. Fleiri kvinnur enn menn hava útbúgving Yvirlitið vísir eisini, at kvinnurnar í hinum norðurlondunum eru ídnari at fáa sær hægri útbúgving enn menninir. Í øllum norðurlondunum uttan í Føroyum eru fleiri kvinnur enn menn, sum hava útbúgving frá hægri lærustovni. Føroysku menninir eru rættiliga væl við, tá tað ræður um høgu útbúgvingarnar. Í Føroyum hava 24 prosent av monnunum universitetsútbúgving ella útbúgving frá øðrum hægri lærustovni. Bara í Norra og Svøríki eru tølini hægri. Viðmerkjast skal, at tølini úr Føroyum eru frá 2007, meðan tey hjá flestu av hinum norðurlondunum eru frá 2011. Í dag verða tær tríggjar nýggju vindmyllurnar hjá SEV í Neshaga tiknar alment í nýtslu. SEV fekk fyri stuttum framleiðsluloyvi til tær tríggjar myllurnar. Tær eru 900 kw og av slagnum Enercorn. Sostatt hevur SEV nú fimm vindmyllur av hesum slag, umframt ta elstu mylluna, sum er ein Nordtank vindmylla, ið varð sett í rakstur í 1993. Tvær aftrat Umframt tær tríggjar vindmyllurnar ytst á Eystnesi, hevur SEV bílagt tvær vindmyllur av sama slag, sum verða settar upp, har sum vindmyllurnar frá Vestas stóðu, innari á Eystnesi. Triðja Vestas myllan er tikin niður og verður fyribils goymd. Tær tríggjar nýggju vindmyllurnar hava verið royndarkoyrdar í eina tíð, og verða nú alment tiknar í nýtslu Landskassin fær í framtíðini tvær millónir krónur. aftrat í arvaavgjaldi um árið. Ein samd fíggjarnevnd mælir løgtinginum til at samtykkja uppskotið frá landsstýrinum um, at alt arvaavgjaldið skal í landskassan. Arvaavgjaldið í Føroyum er tíggju milliónir krónur. um árið, men seinastu árini er fimtaparturin farin í ríkiskassan. Tað skal tað ikki longur, og tí nú fer alt arvaavgjaldið í landskassan. Hóast Varðin Pelagic á Tvøroyri hevur fingið loyvi frá Tvøroyrar býráð at byggja virkið út, so kann málið koma í drag, til ein kæra um útbyggingina er viðgjørd. Føroya Kærustovnur hevur biðið Tvøroyar kommunu um alt tilfar í málinum um stóru útbyggingina á havnarlagnum. ætlanin er at byggja uppsjóvarvirkið á Tvøroyri út, samstundis sum alt havnarlagið á Tvøroyri verður útbygt Frystigoymslan hjá virkinum skal byggjast út, tí hon er ov lítil. Partar av bátahylinum skulu fyllast út, so meira pláss verður hjá virkinum. Og triðja stigið í útbyggingini er, at á havnarlagnum verður gjørd ein djúphavn, soleiðis at stór farmaskip eisini kunnu leggja at. Samtykt beint fyri valið Hetta samtykti Tvøroyrar býráð beint fyri kommunuvalið, men spurningurin er, um farast kann í gongd, tí í løtuni er ein kæra til viðgerðar á Føroya Kærustovni, har nakrir borgarar í kommununi hava mótmælt, at ein so stór og umfatandi bygging verður framd beint við eitt stórt og friðað øki á Tvøroyri. Talan er millum annað um gomlu handilshúsini hjá Thomsen, eitt stórt fiskapláss og onnur hús, sum eru friðað. Kærararnir vísa á, at tað ber til at útbyggja soleiðis, at hetta gamla, søguliga umhvørvið ikki hvørvur í einum stórum ídnaðarøki. Biðið um tilfar Kærustovnurin hevur biðið Tvøroyrar kommunu um at koma við øllum tilfarin í sambandi við stóru útbyggingina á havnarlagnum. Kæran er í løtuni til ummælis í kommununi, og síðani skulu kærararnir gera viðmerkingar. Tá allir partar eru hoyrdir, verður málið lagt fyri Kærunevndina í lendismálum. Hetta tekur í minsta lagi einar tríggjar mánaðir, og fyrr ein niðurstøða er komin haðani, ber ikki til at halda fram á Tvøroyri. Fornminnissavnið bað Tvøroyrar kommunu longu 4. oktober um at steðga við at fylla út, til friðingarmyndugleikarnir høvdu havt høvi til at viðgera málið. Síðani hevur Fornminnissavnið, sum varðar av friðaðum bygningum, fleri ferðir biðið Tvøroyrar kommunu um tekningar og annað tilfar í sambandi við útbyggingina, men hevur einki frætt. Pál Joensen bleiv nummar 21 av 37 í 400 m frí í EM Í Fraklandi. Tíðin hjá Páli á 3.47.94 er langt frá hansara skjótastu á teininum, sum hann setti í Póllandi í fjør. Tá svam hann teinin uppá 3.41.05. Í hesari EM kappingini verður svomið í 25 metra hyli. Leygardagin skal Pál Joensen svimja 1500 m, sum er hansara sterkasta grein. Andstøðan í løgtinginum vil hava løgtingið at heita á Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum, um saman við ALS stýrinum at gera lógaruppskot um, at fólk, sum eru liðug við sína útbúgving, kunnu sleppa í Arbeiðsloysisskipanina. Javnaðarflokkurin hevði uppskot til samtyktar um hetta. Uppskotið hevur verið í Vinnunevndini. Meirilutin, umboðini hjá samgonguni, mæla tinginum frá at samtykkja uppskotið hjá Javnaðarflokkinum. Ikki tí, at samgongan ikki vil geva teimum ungu møguleikan at sleppa í ALS. Men samgongufólkini vísa á, at Johan Dahl longu arbeiðir við málinum. Skulu gjalda fyrst Sum skipanin nú er háttað, skulu fólk hava arbeitt og goldið í Arbeiðsloysisskipanina í eina tíð, áðrenn tey hava vunnið sær rætt til at fáa pengar úr skipanini. Tað hava fólk, sum júst eru liðug at lesa, ikki. Og tí sleppa tey ikki í ALS, fáa tey ikki arbeiði eftir loknan lestur. Meirilutin í Vinnunevndini heldur, at uppskotið hjá Javnaðarflokkinum kann vera partur av arbeiðssetninginum hjá arbeiðsbólkinum, sum landsstýrismaðurin í vinnumálum er í ferð við at seta, fyri at fáa tey ungu at flyta aftur til Føroya og minka fráflytingina úr Føroyum. Hoyvíkssáttmálin fer ikki at loyva íslendingum ella øðrum í Íslandi at eiga alla føroysku alivinnuna. Somu treytir verða galdandi fyri íleggjarar í Íslandi sum í Norra til dømis, tá føroyska alilógin er herd. Ta lógartulkingina hevur Vinnunevndin hjá løgtinginum fingið frá løgfrøðingi í Vinnumálaráðnum Sambært Fiskeribladet Fiskaren halda norskir alarar, at íslendingar sleppa undan herdu reglunum í Føroyum. Orsøkin er Hoyvíkssáttmálin millum Føroyar og Ísland. Sambært sáttmálanum kunnu íslendingar gera so nógvar íløgur í Føroyum, sum teimum lystir. Hesin spurningur hevur eisini verið til viðgerðar Vinnunevndini, sum hevur uppskotið hjá Johan Dahl. Nevndin spurdi um Hoyvíkssáttmálan í Vinnumálaráðnum. Hon spurdi, um útlendsk feløg kunnu stovna felag í Íslandi og gjøgnum Hoyvíkssáttmálin tryggja sær størri ognarlut í føroysku alivinnuni, enn ætlanin er við lógaruppskotinum. Tulka lógirnar Í Vinnumálaráðnum svarar ein løgfrøðingur nevndini, at verður ikki samsvar millum lógina um Hoyvíkssáttmálan og alilógina, tá hon er broytt, má tann spurningurin loysast við at tulka lógirnar. Men løgfrøðingurin sigur eisini, at hevur fólk ella felag, sum ikki er heimahoyrandi í Íslandi, ræði á meira enn 20 prosentum av felagskapitalinum í íslendska felagnum, kann íslendska felagið ikki fáa aliloyvi, ella keypa størri part av felagskapitalinum í einum føroyskum alifelag. Verður lógaruppskotið hjá Johan Dahl borið saman við Hoyvíkssáttmálan, kunnu fólk og feløg, sum ikki eru heimahoyrandi í Føroyum, ikki við at gera íløgur í eitt íslendskt felag ella við at stovna felag í Íslandi, fáa størri rætt í alivinnuni í Føroyum, enn sami persónur ella sama felag kundi fingið við at gera íløgur í eitt føroyskt felag, ella við at stovna eina deild í Føroyum. Rógvi Andrias Fossádal er 45 ára gamal, og er útbúgvin cand.merc. Hann hevur drúgvar royndir frá privata vinnulívinum, millum annað innan handil, sum virkar á altjóða marknaðinum. Rógvi hevur eitt nú starvast sum fíggjarleiðari í privata vinnulívinum í Danmark. Seinastu tvey árini hevur hann starvast sum fíggjarleiðari á Rúsdrekkasølu Landsins, og hann hevur seinastu mánaðirnar røkt starvið sum fyribilsstjóri á Rúsdrekkasøluni. Lítið umhvørviseitur er í sildrekatvøsti. Tað er niðurstøðan í einari kanning hjá norska stovninum NIFES, Nasjonalt institutt for ernærings og sjømatforskning. NIFES kannaði í fjør tvøst frá 84 sildrekum, teir flestu úr Barentshavinum. Niðurstøðan er, at lítíð umhvørviseitur er í tvøstinum. Til dømis er miðalnøgdin av kyksilvri 0,15 milligram í hvørjum kilo. Tað er nakað væl undir markvirðinum í bæði Norra og ES. Har er hámarkið, sum er mett at vera ráðligt, skal fiskur ella tvøst etast, meira enn tríggjar ferðir hægri, 0,50 mg kg. Minkað seinastu tíggju árini Og kyksilvrið er minni nú enn fyri tíggju árum síðani. Tá kannaði NIFES 125 sildrekar. Miðalkyksilurnøgdin í 2002 var 0,23 mg kg., 35 prosent meira enn nú. Nøgdin av øðrum eitri, sum varð mált í sildrekatvøstinum, var eisini lítil. Kanningin umfataði ikki dioksin. Norska marvørueftirlitið bað NIFES kanna tvøstið. NIFES heldur tó ikki, at kanningarnar geva nakað haldgott grundarlag fyri at koma við kosttilmælum um tvøst, um ráðiligt er at eta tvøst. Eingi tekin eru um, at gentan hevur verið fyri nøkrum ágangi. Heldur ikki eru tekin um, at eitt óhapp er hent. Tað er niðurstøðan hjá politinum eftir líkskoðanina í morgun. Ein 16 ára gomul genta úr Hvannasundi varð í gjáramorgunin funnin í sjónum við byrgingina um Hvannasund. Hon hevði tá ikki verið sædd í stívliga eitt samdøgur. Týskvøldið varð farið at leita eftir gentuni. Tá politiið fekk fráboðanina í gjáramorgunin, høvdu fólk, sum leitaðu, longu funnið gentuna í sjónum sunnan fyri byrgingina Hvannasundsmegin. Staðfest er, at gentan er druknað, upplýsir politiið. Posta vísir aftur tí, sum tingfólk bóru fram í tinginum í gjár, um at tilfar í sambandi við valið ikki varð borið út fyrr enn eftir valið. Tá ófráboðaðir fyrispurningar vóru á skránni í gjár, søgdu bæði Henrik Old úr Javnaðarflokkinum og Elsebeth M. Gunnleygsdóttir, at valtilfar var ikki komið fram fyrr enn eftir valið. Joel undir Leitinum, stjóri í Posta, sigur, at Posta hevur ongan kunnleika um hetta, og eingin kæra heldur heldur skrásett. Lokalpostur í Suðuroynni verður ikki sendur og skildur í Havn, men í Suðuroynnum, og tí veit Posta ikki um nakra seinking. Royna skiljimaskinuna Posta hevur gjørt íløgu í eina skiljimaskinu. Hon verður roynd í løtuni, men er ikki tikin í brúk enn. Lýsingatilfar, sum verður sent sum adressuleysur postur, verður ikki skilt í skiljimaskinuni. Joel undir Leitinum sigur, at til tess at tryggja, at útberingin hevur ta góðsku, sum henni er áløgd, verða óheftar kanningar gjørdar hvønn mánað av skjótleika og rættleika. Hesar kanningar vísa, at útberingin heldur álø gdu góðskuna, sigur stjórin í Posta. Ákærdi maðurin í Piddamálinum er hvørki sinnissjúkur ella evnaveikur. Hann hevur heldur ikki vánaligt minni. Men hann hevur tað fyri at lúgva, ikki av neyð, men tí tað er ein vani hjá honum. Endurgivið varð úr persónkanningini og mentalkanningini í nevningatinginum í gjár. Hevur ikki verið rúsaður Hann drekkur ikki og brúkar heldur ikki onnur rúsevni. Hann kann tí ikki hava verið í onkrum rúsi, hevur hann gjørt tað, sum hann er ákærdur fyri. Hann hevur góða heilsu. Her kann leggjast afturat, at læknin, sum var um hann, tá hann kom á Landssjúkrahúsið, eftir at hann small um á arbeiðsplássi sínum 12.november í fjør og aftur, tá hann fekk herðindi á politistøðini um kvøldið 15.november, tá hann varð handtikin og skuldsettur, segði við politiið, at manninum bagdi einki. Maðurin hevur ikki sýnt nøkur tekin um, at hann hevur vánaligt minni. Sjálvur hevur ákærdi onga frágreiðing um, hví hann í avhoyringum minnist so illa, hvørji sms boð hann sendi táverandi unnustu sínari, ella hvat hann skrivaði til hennara á Facebook. Góða barndóm Sambært persónkanningini, sum Kriminalforsorgin gjørdi, hevði ákærdi maðurin ein góðan barndóm í Split í Kroatia. Bæði foreldur hansara mistu skyldfólk í borgarakrígnum, sum tó annars ikki hevði so ringar avleiðingar í Split. Kanningin sigur, at maðurin ofta sigur ósatt ikki tí, at hann noyðist ella er undir trýsti. Talan er ikki um neyðlygnir. Heldur er tað at siga ósatt ein vani hjá honum. Maðurin er ovurvirkin, hyperaktivur, og hevur ikki brúk fyri nógvum svøvni. Hann dugir ikki at meta um avleiðingarnar av tí, sum hann ger og sigur. Sambært mentalkanningini, sum varð gjørd á Landssjúkrahúsinum, heldur maðurin fast um, at hann altíð hevur rætt, og hann er ráðaríkur. Bæði sambært mentalkanningini og Rættarlæknaráðnum, sum fekk kanningina til ummælis, er maðurin egnaður at fáa vanliga revsing, tað er fongsulsrevsing í hesum førinum. Maðurin kom til Føroya í 2007. Hann búði fyrst hjá systur sínari í trý ár, áðrenn hann leigaði sær bústað. Umvældi maskinur Hann hevur fingið eitt sindur av undirvísing í føroyskum, og hann tosar eitt vet enskt. Maðurin er avlærdur mekanikari, hann umvældi maskinur hjá byggivinnuni. Í Føroyum hevur hann havt tvey arbeiði. Hann arbeiddi fyrst hjá J og K Petersen og síðani hjá Bakkafrosti. Skoðsmálini, hann fekk frá sínum arbeiðsgevarum og arbeiðsfeløgum, vóru ikki einsljóðandi sambært persónkanningini. Ikki varð upplýst í nevningatinginum, hvørji skoðsmálini eru. SEV fer nú at royna eina nýggja KT stýrisskipan, nevnd Power Hub, sum skal geva Føroyum eitt støðugari elkervi við møguleika fyri meira vindorku. Tað er Dong Energy, sum við stuðli úr ES hevur ment skipanina. Skipanin skal millum annað fyribyrgja streymslitum, sonevndum blackout, tí hon kvettir sambandið við ávísar brúkaraeindir hjá stórum elbrúkarum, áðrenn eitt blackout er veruleiki. Stóru brúkararnir koma tó ikki at merkja, at at teir verða settir av netinum eina løtu. Virki í royndarskipanini Í fyrstu atløgu eru Kollafjørð Pelagic, alivirkið Fútaklettur og Bergfrost í Fuglafirði við í royndarskipanini. Power Hub skal bøta munandi um møguleikarnar at leiða vindorku og aðrar óstøðugar varandi orkukeldur út á netið. Føroyar er fyrsta landið í heiminum, sum skal royna nýggju KT stýrisskipanina. Skipanin verður sett til í dag. Klaksvíkar býráð samtykti í gjárkvøldið einmælt fíggjarætlanina fyri næsta ár. Fíggjarætlanin javnvigar við 151,7 milliónum krónur. men nógv umrøddu hallirnar í býnum eru ikki við í uppskotinum, og tí kunnu broytingar henda, sigur Gunvá við Keldu, borgarstjóri, við Norðlýsið. Samráðingar eru framvegis við Norðoya Sparikassa um KÍ høllina og Badmintonhøllina, sigur hon. Skúlin á Ziskatrøð Íløgur verða gjørdar fyri 36 miljónir krónur., og millum annað verður farið undir at fyrireika nýggjan skúla á Ziskatrøð, sum var nógv umrøddur í valstríðnum upp undir kommunuvalið. Gunvá við Keldu sigur, at kommunan hevur fingið eina sera góða avtalu við peningastovnar um at umfíggja lánini, og næsta ár skal kommunan rinda fimm milliónir krónur. í avdráttum. Um ársskiftið verður skuldin 129 milliónir krónur., sum er á leið 20 millónir undir eina álíkning. Um kommunan yvirtekur báðar hallirnar, fer skuldin aftur at tátta í eina álíkning. Seinastu fýra árini er skuldin minkað 27 milliónir krónur. Kommunuskattaprosentið í 2013 verður 21,75, og barnafrádrátturin verður 4.000 krónur., skrivar Norðlýsið. Vallutøkan á skúlastýrisvalinum tann 13. november var lítil á fleiri støðum. Í Tórshavnar kommunu, har umleið 40 prosent av øllum fólkaaskúlanæmingunum ganga í 11 skúlum, var vallutøkan fleiri staðni niðan fyri 50 prosent, skrivar Skúlablaðið. Í Eysturskúlanum var vallutøkan 34 prosent, í Kommunuskúlanum 41,6 prosent og á Venjingarskúlanum 42,7 prosent. Á skúlanum á Argjahamri var valluttøkan 48,6 prosent, og í Kollafjarðar skúla 51 prosent. Trý foreldur skulu veljast í hvørt skúlastýri í Tórshavnar Kommunu. Í Nólsoy og í Kaldbak vóru bara trý uppsttillað, og tí var einki val á hesum støðum. Meðalvalluttøkan var um 45 prosent. Nýggju skúlastýrini taka við á nýggjárinum og sita í fýra ár. Mark skal verða fyri, hvussu leingi fólk kunnu sita varðhaldsfongslað í Føroyum. Landsstýrismaðurin í innlendismálum, Kári P. Højgaard, ætlar, at reglurnar við varðhaldsfongslingum skulu broytast. Amnesty International, Føroya Deild, hevur funnist at varðhaldsfongslingunum í Føroyum. Tær eru ov langar, og haraftrat er onki greitt yvirlit yvir, hvussu leingi fólk sita varðhaldsfongslað. Amnesty sigur, at í Føroyum kunnu fólk í prinsippinum sita varðhaldsfongslað alt lívið. Felagsskapurin vil hava myndugleikarnar at seta mark fyri, hvussu leingi fólk kunnu sita varðhaldsfongslað í Føroyum. Rættargangslógin dagførast Hetta verður viðgjørt, nú rættargangslógin verður dagførd, sigur Kári P. Højgaard. Men júst hvussu lidna uppskotið fer at síggja út, veit hann ikki enn. Í Danmark eru reglurnar um varðhaldsfongsling broyttar soleiðis, at fólk mugu ikki varðhaldsfongslast longur enn eitt ár, uttan at talan er um heilt serligar umstøður. Hetta markið er ikki galdandi í Føroyum, tí hesin parturin av rættargangslógini er ikki dagførdur hjá okkum. Men tað verður hann nú, sigur Kári P. Højgaard. Fyrstu fólkini flyta í nýggja Boðanesheimið mánadagin 3. desember. Tað boðar Tórshavnar kommunu frá í dag. Innflytingin verður skipað soleiðis, at tey 25 fólkini, sum fyri summarfrítíðina fingu boð um, at tey høvdu fingið pláss á heiminum, flyta inn fyrst. Øll flyta ikki í senn, men nøkur hvønn dag. Starvsfólk á Boðanesheiminum fara nú at vitja øll tey, sum skulu flyta inn fyri jól. Endamálið er at fyrireika øll praktisk viðurskifti í sambandi við innflytingina. Tey, sum í heyst hava fingið at vita, at tey eru sloppin á Boðanesheimið, flyta nn í januar. Tilsamans 64 búpláss eru á Boðanesheiminum. 17 fólk vilja vera kommunustjóri í Klaksvíkar kommunu, skrivar Norðlýsið. Feistin at søkja starvið sum kommunustjóri var úti fríggjadagin, og tá vóru 17 umsóknir komnar. Gunvá við Keldu, borgarstjóri, vil ikki siga, hvussu kynsbýtið hjá umsøkjarunum er, men hon sigur, at bæði kvinnur og menn hava søkt kommunustjórastarvið. Eftir ætlan verður starvið sett tann 1. desember. Nýggi kommunustjórin tekur við starvinum 1. januar, tá nýggja býráðið í Klaksvíkar kommunu eisini fer til verka. Jóhan Christiansen heldur fram sum borgarstjóri í Eysturkommunu. Nývalda býráðið í Eysturkommunu skipaði seg á fundi í gjár, og har varð einmælt samtykt at velja Jóhan Christiansen til borgarstjóra. Nýggjur varaborgarstjóri er Oluffa Joensen. Samtykt varð eisini, at næstu fýra árini verða fimm fastar nevndir í Eysturkommunu. Tær eru fíggjarnevnd, byggi og býarskipanarnevnd, mentanarnevnd, innunevnd og trivnaðarnevnd. Eisini varð samtykt, at Árni Jacobsen skal umboða Eysturkommunu í IRF og í SEV. Nýggja býráðið skipar seg formliga á almennum fundi í morgin. Ákærdi maðurin í Piddamálinum eru nú eisini kravdur eftir tilsamans 904.000 krónum í endurgjaldi. Krøvini vórðu løgd fram í rættinum fyrrapartin. Tær fimm døturnar hjá Dánjali Peturi Hansen krevja tilsamans 836.000 krónur. Av hesum krevja tríggjar døtur, sum eru yngri enn 18 ár, 100.000 krónur í part. Men tá krøvini vórðu løgd fram, bað advokaturin rættin um at umhugsa at hækka hesa upphædd upp í 120.000 krónur í part, sum endurgjald fyri ta uppliving, døturnar hava havt í sambandi við, at pápin hvarv. Minnissteinur ætlanin er at reisa ein minnisstein fyri Pidda í Runavík, og skipað hevur eisini verið fyri minningarhaldum. Samlaða endurgjalskravið fyri hetta er umleið 45.000 krónur. Advokaturin boðaði eisini frá, at ætlanin er at reisa endurgjaldskrav fyri møguliga sálarfrøðiliga hjálp seinni, men eingin upphædd er sett á hetta kravið enn. Harafturat hevur maðurin, sum tann ákærdi er ákærdur fyri at hava misnýtt Visa kortið hjá, reist endurgjaldskrav um 67.500 krónur. Í rættinum varð upplýst, at maðurin hevur fingið at vita frá tryggingini, at hon letur einki endurgjald. Verjin hjá ákærda boðaði í rættinum frá, at tann ákærdi viðurkennir ikki krøvini. Landsbókasavnið fær nú helst 800.000 krónur, so øll tey føroysku bløðini, sum liggja á slitnum mikrofilmum, kunnu talgildast, og gerast atkomilig á alnetinum. Tað skal gerast í samstarvi við danska statsbókasavnið. At talgilda bløðini fer at kosta 800.000 krónur, og Mentamálaráðið mælir til at taka peningin av játtanini til lestrarstuðul, og lata Landsbókasavninum pengarnar til arbeiðið. Málið fær 1. viðgerð á tingfundinum, sum byrjar klokkan 11. Annars eru ófráboðaðir fyrispurningar fyrst á skránni fyri tingfundin í dag. Smyril og arvaavgjald Síðani verður 2. viðgerð um at játta pening til Smyril, sum skal í dokk í vár, og um at arvaavgjaldið skal í landskassan. Ein samd fíggjarnevnd mælir til at samtykkja bæði uppskotini. Løgtingið fer eisini at viðgera eitt uppskot um at broyta tryggingarlógina, so føroysku tryggingarfeløgini kunnu virka uttanlands. Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, skal eisini svara trimum fyrispurningum, tveimum frá Gunnvør Balle, um eftirskúlan og tjóðpallin, og einum frá Bjarna Djurholm, um nýggja atlasið og bókstavaraðið. Klokkan 03 15 í nátt fekk politiið fráboðan um at ein genta úr Hvannasundi var saknað. Leiting varð sett í verk og tá tað lýsti í morgun, varð gentan funnin druknað. Tveir mans, ið vóru við í leitingini, funnu klokkan 7 20 í morgun 16 ára gomlu gentuna við byrgingina í Hvannasundi. Gentan var druknað, og lívið hjá henni stóð ikki til at bjarga. Familjan hjá gentuni hevur fingið tungu boðini um deyðsfallið, sigur vakthavandi á Politistøðini í Havn, Heri Andreassen, við kringvarpi. TAKS herðir nú eftirlitið við bilum, ið burturav skulu nýtast til vinnuligt virksemi. Í sambandi við fótbóltslandsdystirnar móti Svøríki og Írlandi í farna mánaði kom TAKS eftir, at fleiri enn 70 bilar, ið einans skulu nýtast til vinnuligt virksemi, vórðu parkeraðir á økinum kring Tórsvøll, meðan dysturin varð spældur. Sambært lønaryvirlitinum hjá feløgunum, er talan um bilar, ið ikki rinda skatt av fríari nýtslu. Skulu fáa viðurskiftini í rættlag Hesi feløg fáa øll eitt bræv um at fáa síni viðurskifti í rættlag. Tað er púra greitt, at feløg hava ikki rætt at draga íløgu MVG frá, um akfar ikki verður nýtt til MVG skyldugt virksemi burturav, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS. Tað áliggur øllum feløgum at upplýsa, um starvsfólk hava rætt til at nýta akfør til privat ørindi, og harvið skatta av fríari nýtslu, sigur TAKS. Stovnurin fer nú at kanna bilar í sambandi við ymisk almenn tiltøk, sum eitt nú fótbóltsdystir, konsertir og annað. Nógv venjaranøvn eru blivin sett í samband við EB Streym, eftir at tað varð greitt, at Heðin Askham, sum førdi liðið til føroyameistaraheitið, gavst í felagnum. Nú er greitt, at tað verður Rúni Nolsøe, sum hevur drúgvar royndir, bæði sum leikari og venjari. Rúni Nolsøe hevur fyrr verið venjari hjá AB, B68, HB, 07 Vestur, FC Hoyvík og ÍF. Í løtuni er hann eisini venjari hjá A landsliðnum hjá kvinnum. Heimasíðan hjá EB Streymi skrivar, at sáttmálin er galdandi fyri bæði 2013 og 2014. Sáttmálin millum nýggja venjaran og felagið er galdandi í eitt ár, men kann verða longdur við einum ári afturat, um partarnir blíva samdir um tað, skrivar heimasíðan hjá ÍF. Albert Ellefsen er ikki heilt ókendur í Fuglafirði. Hann var eitt stutt tíðarskeið venjari hjá felagnum í 2010. Áðrenn tað hevur Albert Ellefsen verið venjari hjá FS Vágum og HB. Tað dregur út at fáa Boðanesheimið liðugt. Trupulleikar eru við at fáa køkin lidnan, tí bíløgdu ovnarnir eru ov smáir og skulu býtast um. Tað tekur tíð, og ongin er fluttur inn enn. Tey fyrstu búfólkini fingu annars fyrr í ár boð um, at tey kundu flyta inn 1. november, men trupulleikar eru nú við at fáa køkin lidnan. Ovnarnir, sum eru settir upp, eru alt ov smáir, og tí skulu nýggir og størri ovnar setast upp. Tey fyrstu flyta um mánaðarskiftið Jóngerð Guttesen, leiðari á Boðanesheiminum, sigur, at tey miða ímóti at fáa tey fyrstu inn um mánaðarskiftið, og at køkurin verður liðugur um hálvan desember. Men um tað heldur, veit hon ikki fyrr enn í morgin. Pláss er fyri 12 fólkum á hvørjari deild, og tvær deildir eru klárar at taka í nýtslu. Á deildunum er køkar, og tað ber til at matgera har, til tann stóri køkurin er liðugur. Fyrstu tíðina verða tvey fólk tikin inn á heimið um dagin. Á fundi í morgin fer leiðslan fyri Boðanesheimið taka støðu til, hvussu farast skal fram, nú tað dregur út við at fáa heimið liðugt. Leiðslan í Kringvarpinum hevur gjørt av at seta sparitiltøk í verk alt fyri eitt, og tey koma í gildi mánadagin. Tiltøkini hava við sær, at sendingar, sum fríyrkisfólk hava gjørt fyri útvarpið og sjónvarpið, verða tiknar av skránni. Harumframt fara starvsfólk at fríganga, og tað rakar eisini sendingarnar hetta til nýggjárs. Sparitiltøkini hava við sær, at sjónvarpstíðindasendingin mánakvøld verður tikin av skránni. Sostatt verður Dagur og Vika bert á skránni týskvøld, hóskvøld og fríggjakvøld. Ítróttarsendingin 3 2 mánakvøld verður eisini tikin av skránni. Seinastu ítróttartíðindini í sjónvarpinum í hesum umfari verða í Degi ogViku hóskvøldið. Gudstænastutilfarið í sjónvarpinum sunnudag verður tað, sum eftir er av árinum, einans sent úr kirkjum í Tórshavnar kommunu. Tónleikasendingar hvørva Í útvarpinum hava sparitiltøkini við sær, at sendingarnar Áðrenn Elvis, LP in, Røddin, Rót og Rútma, Bolero, Cantabile og Morgunbland verða tiknar av skránni. Hetta eru sendingar, sum fríyrkisfólk hava gjørt. Aðrar sendingar, sum eisini verða tiknar av skránni tað, sum eftir er av árinum, eru In mente, Vitan og Filosoffarnir. Fíggjarliga støðan í Kringvarpinum hevur eisini við sær, at nakrir fastir tættir í morgunsendingini í útvarpinum eisini verða strikaðir, millum annað Eygleiðingin, Klumman og Orð um orð. Leiðslan í Kringvarpinum hevur eisini gjørt av, at Náttarrásin verður tikin av skránni. Útvarpið sløkkir, tá tíðindini eru endursend klokkan 21.00. Og latið verður ikki uppaftur fyrr enn klokkan seks ella sjey á morni. Í fyrsta lagi mánadagin 3. desember verður nevningatingið í Piddamálinum liðugt. Tann dagin er ætlanin, at dómarin, sum er Henrik Møller, sorinskrivari, greiðir nevningunum frá løgfrøðiligu sjónarhornunum í revsimálinum móti tí 33 ára gamla ákærda manninum. Tað tekur ein til tveir tímar. Og síðani fara nevningarnir at votera, sum tað eitur, tað er at avgera, um ákærdi er sekur ella ikki. Tíðarætlanin fyri nevningatingið hevur alla tíðina verið fyribils, og tað er hon enn, sigur Henrik Møller, sorinskrivari. Dokumentasjón í morgin Men sambært tíðarætlanini, sum nú er, verður dokumentasjónin í morgin. Tá verður eisini endurgjaldskravið hjá børnunum hjá Pidda móti ákærda manninum lagt fram. Maðurin, sum ákærdi, sambært ákæruritinum, hevur stolið knappliga 70.000 krónur. frá, hevur eisini boðað frá endurgjaldskravi. Fríggjadagin hittast so dómarin, ákærin og verjin fyri at tosa um spurningarnar, sum setast skulu nevningunum mánadagin 3. desember. Hesin fundurin er ikki almennur. Mikudagin í næstu viku verður so proseduran hjá ákæranum, Lindu Hesselberg, og fríggjadagin hevur verjin, Anfinn V. Hansen, sína proseduru. Jan Allan Müller, sum var stjóri í Injector Trawldoors, er í dag dømdur fyri peningasvik, skjalafalsan og skattasvik. Dómurin er fongsul í eitt ár og níggju mánaðir, skrivar Horsens Folkeblad. Seks mánaðir eru treytaleysir, og skal dømdi stjórin inn at sita teir alt fyri eitt. Roknskaparleiðarin í sama felagi, Claus Clausen Petersen, er frídømdur. Jan Allan Müller er dømdur fyri 13 av teimum 18 lógarbrotunum, hann var ákærdur fyri. Hann er dømdur fyri at hava svikað seg til 2,3 milliónir krónur og fyri skattasvik fyri 750.000 krónur. Hann skal rinda 750.000 krónur. í bót fyri skattasvikið. Ikki stovna feløg í fimm ár Fyrrverandi stjórin hevur eisini mist rættin at seta á stovn, vera stjóri ella nevndarlimur í feløgum ella grunnum í fimm ár. Orsøkin er, at rætturin heldur stóran vanda vera fyri, at Jan Allan Müller endurtekur brotsgerðirnar, sleppur hann fram at leiðsluni í feløgum. Størsti parturin av dóminum er treytaður, tí sambært rættinum var nevndin í Injector Trawldoors ov sein á veg at kanna, hvussu stjórin umsat pengarnar hjá Injector Trawldoors. Persónligu viðurskiftini hjá Jan Allani Müller gjørdu eisini, at hann fekk ein linan dóm, skrivar Horsens Folkablad. Ikki er greitt enn, um dómurin verður skotin inn fyri hægri rætt. Kappingareftirlitið hevur góðkent, at heilsølan Poul Hansen eigur tveir Á handlar í Havn. P f Poul Hansen hevur keypt smápartafelagið Svøðuna, sum rekur Á handilin við Sundsvegin, og smápartafelagið Inn, sum rekur Á handilin við Landavegin. P f Poul Hansen hevur eisini keypt handilsbygningin við Landavegin. Kappingareftirlitið sigur, at í fyrsta atløgu kann sigast, at sølusamstarvið millum Poul Hansen, sum er størsta heilsølan í Føroyum, og sjálvstøðugu handlarnar, avmarkar kappingina. Tí samstarvið ger, at Á handlarnir og handlarnir í Samkeypi hava somu tilboð og selja somu vørur. Men keypmenn í Føroyum kappast við lágpríshandlar og stór vøruhús. Tí eru sjálvstøðugu keypmenninir gingnir saman fyri betur at standa seg í kappingini. Styrkja kappingina Og tí styrkja Á og Samkeyp heldur kappingina. Tey kunnu hava tilboð, sum kunnu kappast við tilboðini hjá Bónusi, Miklagarði og Keypssamtøkuni, sigur Kappingareftirlitið. Kappingareftirlitið heldur ikki, at bensinstøðirnar telja við í hesari kappingini, tí teirra vøruúrval er avmarkað. Sambært teimum upplýsingum, sum Kappingareftirlitið hevur, fer P f Poul Hansen at hava minni enn tíggju prosent av tí, sum eftirlitið kallar viðkomandi marknaður. Og tí er kappingin ikki í vanda. P f Poul Hansen stovnaði Á og Samkeyp, sum er samstarv við sjálvstøðugar keypmenn um innkeyp, vørumerki og lýsingar. Granskingarlundin í Havn verður tríðingin dýrari enn ætlað. Fíggjarmálaráðið hevur tí biðið um eykajáttan, 3,4 milliónir krónur, til umbygging og innrætting. Pengarnir skulu kortini ikki takast úr landskassanum. Teir verða tiknir úr Vinnuframagrunninum. Ein granskingarlund verður innrættað á Hoyvíkisvegi 51, har sum millum annað Rúsdrekkasøla Landsins liggur. Vinnuframagrunnurin eigur bygningin, sum er 1400 fermetrar. Umbyggingin skuldi kosta 10 milliónir krónur Men tá tilboðini komu, kostaði umvælingin 13,4 milliónir krónur Taka peningin úr Vinnuframagrunninum Umbyggingin verður fíggjað soleiðis, at 13,4 milliónir verða tiknar úr Vinnuframagrunninum. Umbyggingin er næstan liðug, men vátrúm og gastronomiskur køkur eru eftir. Verða tey ikki gjørd nú, tá arbeiðið kortini er í gongd, verður umbyggingin 400.000 krónur dýrari enn tær 3,4 milliónirnar, um arbeiðið skal takast upp aftur, eftir at arbeiðsplássið er ruddað. Tað sigur Fíggjarmálaráðið, sum tí hevur biðið um 3,4 milliónir krónur í eykajáttan nú. Upprunaliga var ætlanin, at granskingarlundin í Havn skuldi vera liðug í oktober. Í fyrstani var fyrrverandi kona Pidda og táverandi unnustan hjá manninum, sum fyrst varð skuldsettur og seinni ákærdur fyri at hava dripið Pidda, eisini undir illgruna. Men tað varð heilt skjótt, at hon varð útilokað, og bara tann eini var eftir, sum var undir illgruna. Orsøkin til, at bæði vóru undir illgruna í fyrstani, var tann, at bæði vóru í húsunum á Gerðisvegi 34 tann 4.november, dagin eftir, at Piddi hvarv. Hetta upplýsti Lars Coops í ferðaliðnum hjá løgregluni, tá hann varð avhoyrdur í nevningatinginum seinnapartin. Eingin illgruni um onnur Anfinn V. Hansen, verjin hjá ákærda manninum, spurdi, um politiið ongantíð hevði hugsað um, ella arbeitt við øðrum møguleikum enn, at ákærdi maðurin hevur dripið Pidda. Lars Coops svaraði, at politiið hevur ikki funnið nakað, sum kann varpa illgruna á onnur. Í morgin er frídagur hjá nevningatinginum. Men mikudagin verður farið undir at leggja fram øll skjølini og prógvini í málinum, tað sum á rættarmálinum verður rópt dokumentasjón. Ákærin leggur fram alt, sum sambært henni kann fáa nevningarnar at døma ákærda mannin. Verjin leggur fram tað, sum skal fáa mannin frídømdan. Vandi er fyri, at millum 15 og 30 starvsfólk verða søgd upp í Kringvarpinum í næstum. Orsøkin er fíggjarliga støðan. Inntøkumetingin heldur ikki, og útreiðslurnar eru størri enn væntað. Tá árið byrjaði, væntaði Kringvarpið at faa 60 milliónir krónur í inntøkum í 2012, men nú árið er farið at halla, eru inntøkurnar umleið 56 milliónir krónur Tað merkir, at roknskapurin í ár fer at vísa 3,7 milliónir krónur í halli, og eginognin er burtur. Neyðugt við álvarsligum stigum Rúni Heinesen, formaður í stýrinum fyri Kingvarp Føroya, sigur, at álvarslig stig mugu takast, til tess at fáa stovnin í trygga legu. Hann sigur, at roynt hevur verið at útvega Kringvarpinum betri fíggjarlig kor, millum annað við eykajáttan, men politiskur vilji hevur ikki verið til tess. Skal fíggjarætlanin hjá stovninum halda næsta ár, má berast skjótt at, sigur Rúni Heinesen. Hann vil tó ikki gera viðmerkingar til, hvussu nógv starvsfólk verða søgd upp. Uppsagnirnar í Kringvarpinum fara at merkjast í sendingunum, bæði í útvarpi og sjónvarpi. Møguliga verða øll starvsfólkini søgd upp, og stovnurin skipaður av nýggjum. Amalia í Frammistovu verður nýggjur borgarstjóri í Fugloyar kommunu. Hetta tykist greitt, hóast nývalda bygdaráðið ikki hevur verið saman enn. Amalia í Frammistovu væntar ikki, at vandi er fyri nøkrum kvetti í Fugloyar kommunu, og at hon tískil verður borgarstjóri. Amalia í Frammistovu, ið fekk átta persónligar atkvøður á kommunuvalinum, hevur áður sitið í bygdarráðnum, men hetta verður hennara fyrsta skeið sum borgarstjóri. Hinir báðir, ið vórðu valdir í bygdarráðið í Fugloyar kommunu, eru Jógvan Páll Poulsen og Elias Sonni Zachariasen, við ávikavist sjey og fimm atkvøðum. Bíða á Viðareiði Nývalda bygdarráðið á Viðareiði hevur ikki skipað seg enn. Tveir av nývaldu limunum eru burturstaddir, og tí ganga helst nakrar vikur, áðrenn høvið verður at savna nývalda bygdaráðið. Á Viðareiði mátti sitandi borgarstjórin, Hans Jákup Kallsberg, lúta fyri Jógvani Heinesen, ið er fyrstvaldur við 32 atkvøðum einari atkvøðu fleiri enn Hans Jákup Kallsberg, ið fekk 31 atkvøður. Hini, ið manna nýggja bygdarráðið á Viðareiði, eru Rói Absalonsen, Eyðstein Sørensen og Dánial Viðoy. Avgerð á Húsum í dag Seinnapartin verður avgjørt, hvør skal standa á odda fyri Húsa kommunu komandi fýra árini. Magni Garðalíð er fyrstvaldur við 12 persónligum atkvøðum, og hann bjóðar seg eisini fram sum borgarstjóra. Men sambært Magna Garðalíð, hevur hann onga trygd fyri, at hann verður borgarstjóri. Sum skilst, er Sólarn Isaksen, ið er næstvaldur við níggju atkvøðum, eisini sinnaður at standa á odda fyri Húsa kommunu. Verður stríðsval, verður tað triðvaldi og síðsti limurin í nývalda bygdaráðnum, Dora Joensen, ið ger av, hvør verður borgarstjóri á Húsum næstu fýra árini. Bíða eftir Linjohn Nývalda bygdarráðið í Skálavík fer at skipa seg fyrstu viku í desember, tá sitandi borgarstjórin, Linjohn Christiansen, er komin heim. Linjohn Christiansen, ið siglir sum skipari í Grønlandi, varð fyrstvaldur við 26 atkvøðum, Dánial Jákup Jakobsen fekk 22 og Anita Joensen 19. Hini bæði, ið skulu manna bygdarráðið í Skálavík næstu fýra árini, eru Elisabeth Myllhamar og Maj Brit Lydersen. Skálavíkar kommuna er einasta kommuna í landinum, har kvinnurnar hava meiriluta í nýggja bygdaráðnum. Av teimum 150 fólkunum, ið búgva í Skálavík, høvdu 126 atkvøðurætt. Mannarættindini í Grønlandi skulu verjast betur. Landstingið í Grønlandi hevur samtykt at stovna eitt mannarættindaráð, skrivar grønlendska kringvarpið, KNR. Uppgávurnar hjá ráðnum verða millum annað at savna saman vitan og kunna um mannarættindi, ansa eftir at mannarættindini verða hildin, og at koma við uppskotum um, hvussu mannarættindini kunnu betrast í Grønlandi. Talan er um eitt óheft ráð við umboðum fyri stovnar, feløg og almennar myndugleikar. Mannarættindaráðið verður sett á stovn 1. januar, og fer at kosta umleið 900.000 krómur um árið at reka. Amerikanski forsetin Barack Obama er komin til Myanmar á vitjan í dag, har hann hevur havt fund við andstøðuleiðaran, Aung San Suu Kyi. Samstundis sum amerikanski forsetin kom til Myanmar, avgjørdu myndugleikarnir í landinum at lata 44 politiskar fangar leysar. Barack Obama hitti andstøðuleiðaran í húsum hennara, har hon hevur sitið í húsavarðhaldi í umleið 20 ár. Obama fegnaðist um tilgongdina móti fólkaræði í Myanmar, men vísti samstundis á, at langt er eftir á mál. Suu Kyi hinvegin ávaraði ímóti, at politisku nýskipanirnar mugu vera annað enn hvørvisjónir. Fyrsta vitjanin Hetta er fyrstu ferð, at ein sitandi amerikanskur forseti vitjar Myanmar, sum í fleiri ár hevur verið undir leiðslu av einum harðrendum hernaðarstýri, men sum seinastu árini hevur framt fleiri broytingar í skipanini. Vitjanin hjá Obama byrjaði hjá forsetanum í landinum, Thein Sein, og haðani fór at hitta Suu Kyi. Eftir ein fund unnandura, komu tey bæði út og hildu ein stuttan tíðindafund, so at tey nógvu myndafólkini fingu høvi at taka myndir. USA hevur givið Myanmar lyfti um ein hjálparpakka fyri nærum eina milliard krónur. Peningurin skal brúkast til útbúgving og menning av fólkaræðisligu stovnunum í landinum. Vitjanin hjá Obama í Myanmar varir einans seks tímar. Hagstovan fer í hesi vikuni at kanna, hvussu føroyski arbeiðsmarknaðurin sær út. Endamálið við kanningini er at lýsa, hvat fólkið í landinum hevur til arbeiðsmarknaðin. Millum annað skal kanningin staðfesta, hvussu nógv fólk hava arbeiði, hvussu nógv eru arbeiðsleys, hvussu nógv eru sjálvstøðug vinnurekandi, og hvussu nógvar tímar arbeitt verður um vikuna. Spurt verður eisini um útbúgving og vinnugrein. Altjóða leistur Kanningin verður gjørd eftir altjóða leistinum hjá ILO, ST stovninum fyri arbeiðsviðurskifti. Hon verður gjørd í fleiri londum víða um heim, eisini í øllum norðurlondum og ES londunum. Í Føroyum hevur kanningin verið gjørd á hvørjum ári síðani 2007. Tað er Gallup Føroyar, sum stendur fyri kanningini fyri Hagstovuna, og 1.200 fólk fara í hesi vikuni at verða spurd um tilknýti til arbeiðsmarknaðin. Ein maður varð í gjárkvøldið fluttur til Havnar við tyrlu at verða kannaður fyri roykeitran, eftir at eldur kom í eini hús í Vági í gjárkvøldið. Boðað var frá eldinum beint fyri klokkan níggju í gjárkvøldið. Ein maður var inni í húsinum, og hann mátti fara út gjøgnum eitt vindeyga. Maðurin varð fyrst fluttur á sjúkrahúsið á Tvøroyri, og seinni við tyrlu á landssjúkrahúsið í Havn til kanningar fyri roykeitran. Politiið upplýsir í morgun, at maðurin livir væl eftir umstøðunum, og er ikki lívsvanda. Húsini í Vági fóru illa í eldinum tað tók sløkkiliðinum hálvan annan tíma at basa eldinum, upplýsir løgreglan. Alt bendir á, at stóra spariætlanin fyri skandinaviska flogfelagið SAS er um at falla upp á pláss. Um vikuskiftið og í nátt hevur óivi valda um hvørt SAS flogførini fóru at flúgva í morgun, men tíðindini benda á, at avtalurnar við starvsfólkini eru við at falla upp á pláss nú. Ritzau skrivar í morgun, at samráðingarleiðarin hjá norsku flogskiparunum hevur boðað frá, at allir SAS flogskipararnir hava játtað at fara niður í løn, svarandi til eina mánaðarløn. Samstundis er gjørd ein avtala um eina sokallaða effektivisering av arbeiðstíðini, svarandi til átta prosent. NRK skrivar í morgun at enn verður bíðað eftir, at avtalan við donsku og norsku flogtænastufólkini tað vil siga hini starvsfólkini umborð á flogførunum skal koma fram til eina semju. Flýgur sum vanligt Bankarnir skulu hava givið SAS eina freist til klokkan 06.30 í morgun at fáa eina avtalu uppá pláss við starvsfólkini. Tá hendan freistin var farin fyri løtu síðani høvdu seks fakfeløg sagt ja til at fara niður í løn og samstundis at arbeiða meir. Hvat sum meir neyvt liggur í avtalunum er ikki greitt í morgun. Fakfeløgini ynskja fyribils ikki at siga hvat sum liggur í avtalunum. Vandi hevur verið fyri, at fleiri flogferðir hjá SAS flogførunum vórðu avlýst í morgun, men beint fyri klokkan 6 í morgun boðaði heimasíðan hjá Kastrup flogvøllinum frá at bert einstakar SAS fráferðir vóru raktar, og tað var meira av tekniskum orsøkum enn orsaka av kreppuni í felagnum. Møguligt er at fylgja gongdini í samráðingunum her NRK SvT DR Seinasta nýggja Danskt TV2 boðar í kvøld frá at bankarnir hava loyvt SAS at flúgva morguntúrarnar mánamorgunin, fyri at leiðslan í SAS kann fáa eitt sindur betri tíð at finna eina loysn. Samstundis skrivar Sveriges Radio at tað er ivasamt um upplýsningarnir hjá danska TV2 passa. Danmarks Radio skrivar at leiðslan metir at møguleiki at SAS verður bjarga er helvt um helvt. Á heimasíðuni hjá millum annað Oslo flyplass Gardermoen sær man nú at fleiri av fyrstu flogferðunum hjá SAS frá Gardermoen mánamorgunin eru avlýstar ella útsettar. Ráðaleyst og uttan arbeiðshug. Hetta eru afturmeldingarnar um starvsfólkini hjá SAS sum koma frá fólkið sum hava flogið við SAS í dag. SAS starvsfólkini tykjast ráðaleys tí tey einki hoyra frá samráðingunum, samstundis sum tey ikki vita um tey hava eitt arbeiðspláss at fara til í morgin. Seinasta freist at finna eina loysn millum leiðslu og starvsfólk er sett til á miðnátt í kvøld. Tá skal lei aring slan hava at vita um starvsfólkini góðtaka stóran lønarniðurskurð, samstundis sum tey skulu arbeiða fleiri tímar fyri lægri løn. Samráðast enn Einki neyvt er komið frá samráðingunum, men í løtuni skal leiðslan í SAS sita á fundi saman við bankunum fyri at greiða frá hvat sum leiðslan hevur fingið burturúr samráðingunum. Starvsfólkini hjá SAS hava fingið boð um at hava tøkan pening við sær í dag til arbeiðis. Samstundis eru boð send út um at flogførini skulu fyllast við brennievni, so tey kunnu flúgva heim til Noreg, Danmark ella Svøríki, um so er at felagið steðgar upp í nátt. Møguligt er at fylgja gongdini hjá SAS beinleiðis hjá fleiri norðurlendskum miðlum. Trýst á leinkjurnar her NRK SvT Danmarks Radio Læknar siga, at tey deyðu eru tríggjar kvionnur, seks børn og ein maður. Fólkini hildu til í einum bygningi í trimum hæddum, tá ísraelsku flogførini lupu á. Ísrael byrjaði loftálopini mikudagin, eftir at hernaðarliguir palestinskir bólkar í fleiri dagar høvdu sent rakettir inn í Ísrael. Hetta er størsta álopið í næstan 4 ár. Higartil hava 45 íbúgvar í Gaza geiranum latið lív og yvir 450 eru særd, siga sjúkrahúskeldur sambært DR. Tríggir ísraelskir hermenn eru eisini deyðir í bardøgunum. Seks tíðindafólk særd Í nátt raktu ísraelsku stríðsflogførini palestinsku sjónvarpsstøðina al Qud. Í minsta lagi seks tíðindafólk vórðu særd í álopinum, sigur ein talsmaður fyri palestinska heilsumálaráðið. Tað skilst, at ongin teirra er í lívsvanda, men ein var so illa skaddur, at hann misti annað beinið. Í norðara partinum av palestinska økinum doyðu tvey ungfólk og 10 vórðu særd, tá ísraelsku flæogførini bumbaðu fleiri bústaðir. Í Tel Aviv ljóðaðu ávaringarlúðrarnir í morgun, tá Hamas skeyt tvær rakettir inn móti býnum. AP tíðindastovan skrivar, at tað eydnaðist rakettskjøldrinum hjá Ísrael at skjóta rakettirnar niður. Ísrael klárt at gera meir av Ísrael er til reiðar at hertða álopini, sigur forsætisráðharrin, Benjamin Netanyau, sambært Reuters tíðindastovuni. ST aðalskrivarin, Ban Ki moon fer í morgin á vitjan í Egyptalandi. Væntandi verður støðan í Ísrael ovast á breddanum á vitjanini, sigur uttanríkisráðið í Kairo við Ritzau. Amerikanski forsetin, Barack Obama, sigur, at USA stuðlar rættinum hjá ísrael at verja seg sjálvt. Seinasta Higartil eru 70 palestinar deyðir av bumbuatsóknunum síðani mikudagin. Tríggir ísraelskir hermenn hava latið lív. Í minsta lagi seks tíðindafólk vórðu særd í álopinum, sigur ein talsmaður fyri palestinska heilsumálaráðið. Tað skilst, at ongin teirra er í lívsvanda, men ein var so illa skaddur, at hann misti annað beinið. Í norðara partinum av palestinska økinum doyðu tvey ungfólk og 10 vórðu særd, tá ísraelsku flæogførini bumbaðu fleiri bústaðir. Í Tel Aviv ljóðaðu ávaringarlúðrarnir í morgun, tá Hamas skeyt tvær rakettir inn móti býnum. AP tíðindastovan skrivar, at tað eydnaðist rakettskjøldrinum hjá Ísrael at skjóta rakettirnar niður. 45 eru deyð í Gaza Ísrael byrjaði loftálopini mikudagin, eftir at hernaðarliguir palestinskir bólkar í fleiri dagar høvdu sent rakettir inn í Ísrael. Hetta er størsta álopið í næstan 4 ár. Higartil hava 45 íbúgvar í Gaza geiranum latið lív og yvir 450 eru særd, siga sjúkrahúskeldur sambært DR. Tríggir ísraelskir hermenn eru eisini deyðir í bardøgunum. Mikudagin doyði ein av hernaðarligu leiðarunum hjá palestinska bólkinum, Hamas, tá ein rakett varð send móti bili hansara. Seinasta nýggja frá Ísrael Gaza kreppuni NRK fylgir kreppuni minutt fyri minutt á hesi leinkjuni BBC fylgir kreppuni minutt fyri minutt á hesi leinkjuni Fundur var millum partarnar seinnapartin fríggjadagin. Páll á Reynatúgvu var als ikki nøgdur við tilboðið frá lista A, sum sambært honum ætlar at kanna sær bæði borgarstjóra og varaborgarstjóra. Páll á Reynatúgvu sigur, at tey fara ikki í samstarv við hin listan uttan at fáa varaborgarstjóran. Sitandi borgarstjórin, Brandur Sandoy, segði í vikuni, at roynt verður at fáa eitt breitt samstarv komandi valskeið. Tað hevur ikki eydnast at fáa orðið á Brand Sandoy nú fyrrapartin. Á valinum týsdagin fekk listi A 4 bygdaráðslimir, meðan listi C fekk tríggjar. Um móttakarar av forsorgarhjálp verða hart raktir orsaka av lógarbroytingunum, sum vórðu framdar av einum samdum løgtingi í vár, so má lógin broytast. Tað heldur Miðflokkurin. Versnandi korini hjá støkum uppihaldarum orsaka av lógarbroytingunum vóru millum evnini, ið vórðu viðgjørd á landsfundinum hjá Miðflokkinum í dag. Jenis av Rana, floksformaður, lovar, at arbeiða fyri at broyta lógina, um hon rakar ávís fólk. Fyri øgiligum trýsti Miðflokkurin er garanturin fyri tí etiska, moralska og andaliga økinum í føroyskum politikki. Hesi økini verða ikki røkt av øðrum enn Miðflokkinum. Hetta var ein av niðurstøðunum hjá Jenisi av Rana, floksformanni, á landsfundinum. Men Miðflokkurin hevur eisini átikið sær at vera sosiala samvitskan hjá sitandi borgarligu samgonguni. Tí var flokkurin eisini undir einum øgiligum trýsti fyri einum ári síðani, tá flatskattaskipanin og forskattingin av pensjónunum varð atkvøtt ígjøgnum. Jenis av Rana, floksformaður, var sjálvur heldur ikki nakar heitur talsmaður fyri hesi samgonguni. Valdur fyri alla tingsetuna Jenis er politiskt valdur formaður í Miðflokkinum, valdur av floksins ting og landsstýrisfólkum fyri alla tingsetuna. Hann situr sjálvur sætti í floksstjórnini hjá Miðflokkinum saman við einum umboði fyri ungmannafelagið hjá flokkinum og fýra umboðum, ið eru vald av landsfundinum. Tvey umboð í floksstjórnini stóðu fyri vali í dag. Mia av Kák Joensen varð afturvald, og Frank Jacobsen varð valdur í staðin fyri Sólfríð Heinesen. Hini umboðini í floksstjórnini eru Vinjard Johannessen og Beinta Áargarð, og so Dánjal Mouritsarson Joensen, umboðandi Ung fyri Miðflokkin. Mia av Kák Joensen hevur verið floksstjórnarleiðari. Floksstjórnin skipar seg sjálv. Heimsheilsufelagsskapurin, WHO, heitir á umheimin um hjálp til Gaza. Sjúkrahús í økinum eru yvirfylt av skaddum aftaná bumburegnið seinastu dagarnar. Sveriges Radio sigur í kvøld at WHO hevur heitt á limalondini um í stundini at veita 70 milliónir krónur til bráfeingis hjálp. Norska kringvarpið fylgir nú kreppuni millum Ísrael og palestinar minutt fyri minutt á hesi leinkjuni BBC fylgir eisini kreppuni minutt fyri minutt á hesi leinkjuni Seinnapartin í dag ljóðaði raketálopslúðurin aftur í Tel Aviv triðja dagin á rað, men eftir øllum at døma vórðu rakettirnar forðaðar og oyðilagdar av ísraelska rakettskjøldrinum. Sjúkraflutningstænastan í býnum sigur, at eingi fólk eru komin til skaða, men minst ein brestur hoyrdist í býnum. Sita í sofuni og fyglgja bumbingini Fyrr í dag bumbaðu ísraelsk flogfør bygningar hjá Hamas stjórnini í Gaza, millum annað bygningin hjá forsætisráðharranum. 10 palestinar doyðu í ísraelsku álopunum, boðar Reuters frá. Norska Aftenposten skrivar í kvøld at ísraelar sum búgva í býnum Sedrot hava tikið stólar og gamlar sofur við út á eitt økið har tey síggja yvir á Gaza, og sita so og fylgja við meðan ísraelski herurin bumbar Gaza. Meir um hetta á hesi leinkjuni Ísraelska stjórnin hevur givið herinum loyvi at savna 75.000 fólk frá eykaherliðnum í eini ætlan at fyrireika eina møguliga innrás. Skjóta rakettir inn í Ísrael Hernaðarligir palestinar í Gaza halda fram við at skjóta rakettir móti Ísrael. Ein rakett rakti eini íbúðarhús í ísraelska býnum Ashdod, men gjørdi bert materiellan skaða. Hamas rørslan, sum hevur valdið í Gaza geiranum váttar hinvegin, at ísraelskar rakettir hava rakt stjórnarbygningar í økinum, millum annað skrivstovubygninginum hjá forsætisráðharranum. Ísraelskir stríðsvagnar eru savnaðir fram við markið til Gaza, og einki bendir á, at nøkur vón er fyri friði í bræði. 43 deyð og 350 særdí Gaza Tilsamans 43 íbúgvar í Gaza hava latið lív og 350 eru særd undir ísraelsku álopunum, sum byrjaðu mikudagin. Palistinar hava hinvegin sent yvir 600 rakettir yvir markið til Ísraelsk. 230 eru oyðilagdar av ísraelska rakettskjøldrinum. Tríggir ísraelar hava latið lív í álopunum seinastu dagarnar og 18 eru særdir, skrivar Reuters. Í hesum tingárinum kemur væntandi eitt uppskot fyri tingið, sum veitir ráðgeving til kvinnur, ið ætla at fremja fosturtøku. Tað upplýsti Karstin Hansen, landsstýrismaður við heilsumálum á landsfundinum hjá Miðflokkinum í dag. Talan verður ikki um eina tvungna ráðgeving, men eitt tvungið tilboð um ráðgeving. Karstin Hansen, landsstýrismaður við heilsumálum sigur, at hann vónar at uppskotið um ráðgeving í sambandi við fosturtøku kann leggjast fyri tingið áðrenn jól. Men onkur løgfrøðisligur spurningur skal fáast upp á pláss fyrst, so møguliga kemur tað ikki á tingborð fyrr enn einaferð komandi vár, sigur hann. Amnesty International Føroya deild fýlist á, at tað ikki ber til at fáa upplýsingar um føroyskar varðhaldsfongslingar og avbyrgingar í sambandi við varðhaldsfongsling. Katrin Dam á Neystabø, virkandi aðalskrivari í Amnesty, eftirlýsir eina skipan líknandi teirri donsku. Í gjár var eitt ár liðið síðan maðurin, ið er ákærdur í sokallaða Pidda málinum, varð handtikin og síðani varðhaldsfongslaður. Tað ber ikki til hjá okkum at staðfesta, at Dánjal Petur Hansen, Piddi, er deyður. Tað einasta, vit hava, er nógv blóð frá honum og eitt skarð í songini. Og vit vita, at ein ógvislig hending hevur verið á Gerðisvegi 34. Tað var niðurstøðan hjá øðrum kriminalpolitistinum, sum í dag varð avhoyrdur í nevningatinginum. Anfinn V. Hansen, verji hjá ákærda, spurdi, um objektivt ber til at siga, at Piddi er deyður. Nógv blóð Kriminalmaðurin er serkønur í at kanna blóð á støðum, har sum brotsgerðir eru framdar. Hann hevur kannað húsini á Gerðisvegi 34, sum Piddi búði í, Skoda Fabia bilin, sum ákærdi maðurin brúkti av og á, og húsini á Nesvegi 73, har sum ákærdi búði. Alla staðni var blóð, nógv blóð. Í hjallinum á Nesvegi fann politiið eitt dýnuvor. Í tí vóru lak, dýna, koddi, tveir jakkar, einar buksur og ein troyggja. Blóð var á øllum. Eisini á einari skjúrtu, sum sambært kanningini, eingin hevur verið í. Ástøðið hjá politinum er, at skjúrtan lá í sovikamarinum hjá Pidda. Panna í dýnuvorinum Ein panna og skaftið vóru eisini í dýnuvorinum. Í stovuni á Nesvegi fann politiið einar skógvar, har DNA, bæði frá Pidda og ákærda, varð funnið. Verjin vildi hava at vita, um til ber at siga, at alt blóðið stavaði frá sama degnum. Kriminalmaðurin svaraði, at teirra meting er, at okkurt ógvisligt er hent í sovikamarinum, og haðani er eitt fólk drigið niður í bilhúsið og upp í Skoda bilin. Ástøðið er, at blóðslóðin sigur, at hetta er alt hent um somu tíð. Spurdur, um eitt lík kann bløða, svaraði serkøna vitnið, at verður eitt lík, sum hevur eitt nú hol á høvdinum, lagt niður, ger trýstið, at blóð lekur úr sárinum. Hann segði, at teknikararnir hjá politinum komu ikki í húsini á Gerðisvegi fyrr enn 16.november, 12 dagar eftir, at Piddi skal vera fyribeindur har. Fólk hava verið í húsunum hesar dagarnar, har er vaskað, og tað gjørdi kanningarnar torførari. Eyðdis Ellendersen heldur fram sum borgarstjóri í Fámjins kommunu, og Jóanis Lisberg verður varaborgarstjóri. Tað skrivar Suðuroyarportalurin. Nývalda bygdarráðið skipaði seg í gjárkvøldið. Hini, sum vórðu vald í bygdarráðið í Fámjin, eru Arni Nielsen, Arnbjørn í Smiðjuni og Lisbeth Jacobsen. Javnaðarflokkurin, sum varðveitti meirilutan í býráðnum á Tvøroyri eftir valið týdagin, ætlar at skipa eina breiða samgongu. Tað skrivar Suðuroyarportalurin. Tey fýra, sum vórðu vald á Javnaðarlistanum, eru samd um, at Kristin Michelsen heldur fram sum borgarstjóri, og at Bjarni Hammer verður varaborgarstjóri. Men ætlanin er ikki, at býráðið í nýggja valskeiðnum skal hava nakran minniluta, og Javnaðarflokkurin fer tí at royna at fáa tey, sum vórðu vald á Fólkaflokslistanum og Kvinnulistanum, við í eina breiða samgongu, skrivar Suðuroyarportalurin. Umboðini fyri Fólkaflokkin og Kvinnulistan hava játtað at koma til samráðingarborðið, og fundur verður væntandi miðskeiðis í næstu viku, skrivar Suðuroyarportalurin. Artur Johansen heldur fram sum borgarstjóri í Sjóvar kommunu, og Pole J. Hansen heldur fram sum varaborgarstjóri. Nývalda kommunustýrið í Sjóvar kommunu skipaði seg í gjárkvøldið. Lisa Frederiksberg verður forkvinna í trivnaðarnevndini, Pól Jákup Poulsen verður formaður í teknisku nevnd, og Jens Kristian Rasmussen verður formaður í vinnunevndini. Jóhan heldur fram í Eysturkommunu Jóhan Christiansen heldur fram sum borgarstjóri í Eysturkommunu. Nývalda býráðið í Eysturkommunu hevur gjørt semju um at skipa eitt breitt samstarv uttan samgongu og andstøðu næsta valskeið, og at Jóhan Christiansen verður borgarstjóri. Katrin heldur fram í Hvannasundi Katrin Næs heldur fram sum borgarstjóri í Hvannasunds kommunu. Nývalda bygdarráðið hevði fund í gjárkvøldið, og samtykti einmælt, at Katrin Næs eisini verður borgarstjóri næstu fýra árini. Jákup Martin Poulsen verður varaborgarstjóri. Innflutningurin veksur munandi meiri enn útflutningurin. Fyrstu níggju mánaðirnar í ár er innflutningurin vaksin við 550 milliónir krónur, samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Vøksturin er 16 . Verða flogfør og skip tikin við, øktist innflutningurin við 1,2 milliardir krónur, ella nærum einum triðingi, samanborið við í fjør, skrivar Hagstovan á heimasíðuni. Vøksturin stavar serliga frá størri innflutningi av olju og av vørum til vinnulig endamál, undantikið byggivinnu og fiskavirking. Ongin nevniverdur vøkstur er í innflutninginum til beinleiðis húsarhaldsnýtslu. Fiskur størsta útflutningsvøra Fiskavørur er størstra útflutningsvøran. Fyrstu níggju mánaðirnar í ár vaks virðið á fiskavøruútflutninginum við 184 milliónir krónur, samanborið við sama tíðarskeið í fjør, er 5 . Í nøgd var vøksturin 3 . Býtt á fiskasløg er uppsjóvarfiskur størstur í nøgd. Hóast nøgdin er minkað við 6 , er virðið hækkað við 6 . Eftir virði er alifiskurin tann størsti bólkurin, og hann er nú 34 av fiskavøruútflutninginum. Men príslækkingarnar síggjast aftur, tí samstundis sum nøgdin vaks við 29 , øktist virðið bert við 4 , skrivar Hagstovan. Magnus Rasmussen heldur fram sum borgarstjóri í Runavíkar kommunu, og Tórbjørn Jacobsen verður varaborgarstjóri. Nývalda býráðið í Runavíkar kommunu skipaði seg í gjárkvøldið. Tórbjørn Jacobsen verður formaður í teknisku nevnd, Anfinn Langgaard í vinnu og havnarnevndini, Bárður K. Nielsen í sosialu nevnd, Kári E. Jacobsen í mentanarnevndini, og Terje B. Vestergaard verður formaður í byggi og býarskipanarnevndini. Sonni á Horni verður borgarstjóri í Fuglafirði næstu fýra árini. Listin hjá honum listi D fekk reinan meiriluta á kommunuvalinum mikudagin, men enn er ógreitt, um hann fer at stýra kommununi einsamallur. Vit hava havt fundir við hinar báðar listarnar, og skulu hittast aftur í dag, men enn er einki avgjørt, sigur Sonni á Horni. Hann fekk 102 persónligar atkvøður á valinum 16 fleiri enn borgarstjórin í Fuglafirði seinastu 12 árini, Sigurð Simonsen. Hinir báðir listarnir í Fuglafirði listi A og listi B fingu tveir býráðslimir í part. Sonni á Horni sigur, at semja er um, at hann verður borgarstjóri í kommununi komandi fýra árini. Hann væntar, at nýggja býráðið í Fuglafirði verður skipað í morgin. Eystari landsrættur hevur staðfest úrskurðin hjá Føroya rætti leygardagin um, at ein 43 ára gamal maður skal vera varðhaldsfongslaður í fýra vikur. Hann skal eisini mentalkannast. Maðurin er skuldsettur fyri at hótta almenn starvsfólk. Hann var í grundlógaravhoyring seinasta leygardag. Har varð hann varðhaldsfongslaður í fýra vikur. Úrskurðurin hjá Føroya rætti varð kærdur til Landsrættin, men har varð hann staðfestur. Sambært Degi og viku í gjárkvøldið er maðurin fluttur í varðhaldið í Vestre Fængsel í Keypmannahavn, tí tey, sum eru í varðhaldinum í Mjørkadali, kendu seg ikki trygg, tá maðurin var har. Heðin Mortensen varð í gjárkvøldið valdur til borgarstjóra í Tórshavnar kommunu á triðja sinni. Allir 13 nývaldu býráðslimirnir atkvøddu fyri, at Heðin Mortensen, ið fekk 2637 atkvøður á kommunuvalinum mikudagin, heldur fram sum borgarstjóri. Heðin Mortensen hevði kallað býráðið saman í gjárkvøldið við tí eina málinum á skránni at velja borgarstjóra. Nýggja býráðið hevur enn ikki skipað seg í nevndir. Vil hava breitt samstarv Á býráðsfundinum í gjárkvøldið segði Heðin Mortensen, at hann fer at royna allar møguleikar fyri at fáa eitt breitt samstarv í býráðnum komandi fýra árini. Hann segði, at hann framhaldandi fer at virka fyri at halda bæði vinnuhjólum og trivnaðinum í kommununi á einum nøktandi støði, samstundis ein varislig kós verður hildin. Fíggjarstøðan hjá kommununi er soleiðis, at vit kunnu halda fram á somu kós, eisini um búskaparliga gongdin ikki verður eftir vild, og harvið hevur kommunan styrki til at vera við til at stabilisera samfelagið, segði Heðin Mortensen í røðu síni. Byggja á verandi grundvøll Vit skulu hesar komandi vikurnar í felag finna fram til, hvørji málini skulu vera næstu fýra árini. Eg kann tó siga somikið sum, at vit mugu byggja á verandi grundvøll, tí var tað sum veljarin 13. november so greitt segði okkum, at hann vil, segði hann. Heðin Mortensen fegnaðist eisini um, at bæði kyns og aldursbýtið í nýggja býráðnum er sera javnt. Rósa Samuelsen, sum varð fyrstvald á lista B, ið gjørdist størsti flokkur, hevur biðið um fund við Lista A. Hesin fundurin verður helst í kvøld. Orsøkin til, at fundurin ikki hevur verið fyrr, er at ein av nývvaldu býráðslimunum á Lista A, Marjus Dam, er uttanlands og kemur ikki til Føroya aftur fyrr enn í dag, skrivar Vágaportalurin. Listi B gjørdist størsti flokkur á valinum týsdagin. Hann fekk fýra umboð vald. Tað fekk Listi C, sum er listin hjá sitandi borgarstjóra, Albert Ellefsen, eisini. Men listin hjá sitandi borgarstjóranum fekk seks færri atkvøður enn listin hjá Rósu Samuelsen. Og hon hevur gjørt av at fara í samráðingar við Lista A sum fekk trý umboð vald. Samstundis eru ísraelsk flogfør aftur í morgun og bumba mál í Gaza geiranum. Eingin ivast longur í, at Ísrael fyrireikar seg til kríggj á landi, og tað hendir, eftir at ein rakett í gjárkvøldið lendi tætt við Tel Aviv, tað er fyrstu ferð í 20 ár, og ein rakett verður skotin ímóti býnum. Stríðið ímillum Ísrael og palestinar kyknaði mikudagin, og síðani hava fleiri fólk latið lív, bæði í Gaza og í Ísrael. Vil vitja Gaza geiran Egyptiski forsætisráðharrin, Hisham Qandil, hevur boðað frá, at hann ætlar til Gaza geiran í dag, fyri at kanna viðurskiftini. Tað ger hann, hóast amerikanski forsetin hevur heitt á hann, um at royna at steðga bardøgunum. Hamas felagskapurin hevur noktað at fara undir samráðingar um vápnahvíld, og hendir tað ikki, so fara bardagarnir at harðna, hevur ísraelski forsætisráðharrin gjørt greitt. Fólk eru bangin NRK journalisturin Sigurd Falkenberg Mikkelsen, sum arbeiðir í Ísrael sigur at fólk eru bangin, og at á Gaza geiranum sæst ongin úti í gøtunum, onnur enn tey sum bera vápn. Samstundis sum ísraelski herurin í nátt og í morgun hevur gjørt fleiri hundra álop á Gaza geiran, so hava palestinar hildið á við at senda rakettir av Gaza geiranum og inn í Ísrael, og serliga móti tel Aviv økinum. Ísraleksi herurin váttar, sambært NRK, í morgun at tey halda fram við at bumba mál í Gaza geiranum. Herurin upplýsir eisini at í nátt eru 11 rakettir skotnar frá Gaza og inn í Ísrael. 17.juli í ár er ein serligur dagur í drúgvu søguni um Piddamálið. Tann dagin koyrdu tveir politistar ein langan biltúr við ákærda manninum. Maðurin segði, hvagar hann vildi fara. Tey vóru á Selatrað, á vegnum út á Hagaleitið við Leirvík og í Neshaga. Piddi grivin Í Neshaga sigur ákærdi so, at á einum av teimum trimum støðunum, tey høvdu verið, er hann, sum hann sigur, grivin. Hann sigur ikki Piddi, men politistarnir ivast ikki í, at tað er Piddi, hann tosar um. Seinni sigur hann so neyvt, hvar Piddi skal liggja grivin, og teknar staðið. Politiið fær nakrar tekningar frá honum. Eina viku seinni eru tey aftur í Neshaga. Ákærdi maðurin endurtekur, hvar Piddi er grivin. Servandir hundar Politiið letur ikki orðini hjá ákærda fara aftur við borðinum. Boð verða send eftir servandum hundum úr Danmark, enntá tvær ferðir, at leita í Neshaga. Grivið verður eisini. Men einki er at finna. Seinni hevur ákærdi maðurin so sagt, at hann tíðliga um morgunin 6.november í fjør sá tveir menn grava okkurt niður í Neshaga. Men tað var ikki eitt fólk eftir støddini at døma. Helst gróvu teir ein hund ella ein seyð, helt ákærdi, tá hann varð avhoyrdur í nevningatinginum. Nýggja bygdaráðið í Sunda kommunu hevur skipað seg. Á fundi í gjárkvøldið varð einmælt samtykt, at Heðin Zachariasen verður borgarstjóri, og Sonni Samuelsen verður varaborgarstjóri. Núverandi borgarstjórin, Kim Durhuus, stillaði ikki uppaftur. Nevndarsessirnir í nýggja bygdaráðnum vórðu eisini býttir. Nýggi borgarstjórin, Heðin Zachariasen, verður formaður í fíggjarnevndini, varaborgarstjórin, Sonni Samuelsen, verður formaður í byggi og býarskipanarnevndini. Asbjørn Djurhuus verður formaður í sosialu nevnd, Tordis Dahl verður forkvinna í mentunarnevndini, og Elias Hammer verður formaður í umhvørvisnevndini. Trúgvi Gudmundarson verður nýggjur borgarstjóri í Hvalbia kommunu. Hann tekur við eftir Otto West, sum ikki stillaði uppaftur. Báðir listarnir, sum stillaðu upp til kommunuvalið í Hvalba og Sandvík, høvdu samráðingar í gjár, og semja varð um, at Trúgvi Gudmundarson, sum er nývaldur og fekk flestar atkvøður á valinum, skal verða nýggjur borgarstjóri. Hann er valdur á lista A. Hini, sum eru á vald á lista A, eru Johan Eli Fríði Lyngvej Poulsen, Rúni Thomsen og Niels Jacob Thomsen. Listi B fekk trý umboð, og tey eru Magni Bertholdsen, Eyðfinn Debes og Martin í Nesi. Í dag er eitt ár síðani, at ein 32 ára gamal maður varð handtikin og skuldsettur fyri at hava beint fyri Dánjali Peturi Hansen í Saltangará. Dagin eftir, tann 16.november í fjør, var grundlógaravhoyring í Føroya rætti. Hon vardi í nakrar tímar og endaði við, at skuldsetti maðurin varð varðhaldsfongslaður. Og hann er framvegis varðhaldsfongslaður. Nevningating Av tí at brotsgerðirnar, sum maðurin nú er ákærdur fyri, kunnu geva fongsulsrevsing í fýra ár ella meira, um maðurin verður dømdur, er nevningating mannað at gera av, um maðurin er sekur ella ikki. Nevningatingið byrjaði mánadagin í farnu viku. Tað skal eftir ætlan vera liðugt fríggjadagin í næstu viku. Enn eru nógv vitni eftir at avhoyra. Fyrrapartin í dag verða løgreglufólkini, sum vóru biltúr við ákærda manninum í juli, avhoyrd. Tað var fyri teimum, at maðurin segði seg hava sæð tveir menn grava okkurt niður tíðliga ein morgun í Neshaga, við brotnu mylluna hjá SEV. Tað var í november í fjør, millum 6. og 12.november. Hundur ella seyður Ákærdi maðurin hevur sagt í nevningatinginum, at tað var neyvan fólk, sum menninir gróvu niður. Tað var minni enn eitt fólk, kanska var tað ein hundur ella ein seyður, helt ákærdi. Politiið fekk servandar hundar úr Danmark at leita í Neshaga, og grivið varð har, sum ákærdi segði seg hava sæð menninar grava. Men einki varð funnið. Vágbingar og vestmenningar fáa nýggjar borgarstjórar eftir kommunuvalið týsdagin. Dennis Holm verður borgarstjóri í Vági. Hann fekk flestar atkvøður á býráðsvalinum í Vági. Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin hava gjørt semju um samstarv næstu fýra árini. Eydis Kjærbo verður varaborgarstjóri. Hini, sum manna Vágs býráð, eru Sirið Stenberg, Danjal Bjarkhamar og Anna Brattaberg Samuelsen úr Tjóðveldi, og Poul W. Augustinussen og Tórður J. Poulsen úr Javnaðarflokkinum. Semja er um, at flokkarnir fáa tveir nevndarformenn í part, boðar nýggi borgarstjórin frá í tíðindaskrivi. Pauli borgarstjóri í Vestmanna Nývalda bygdarráðið í Vestmanna kom saman til fundar í gjárkvøldið, og samtykti einmælt at velja Paula T. Petersen til borgarstjóra. Hann fekk flestar persónligar atkvøður á kommunuvalinum. Varaborgarstjóri verður Karl A. Olsen, sum hevur verið borgarstjóri seinastu árini. Í nývalda bygdarráðnum í Vestmanna eru tríggjar kvinnur og fýra menn. Ígjár royndi verjin hjá ákærda manninum at fáa tey 11 fólkini sum vitnaðu at royna at sannføra nevningarnar um, at uppáhaldið hjá ákæruvaldinum er skeivt. Piddi hvørki doyði ella hvarv tíðliga fríggjamorgunin 4.november 2011. Í morgun verður maðurin, sum Piddi ringdi til fríggjanáttina 4.november millum klokkan trý og hálvgum fýra avhoyrdur. Hann er tann seinasti, sambært framløguni hjá ákæruvaldinum, sum hevur havt samband við Pidda umframt mannin, sum er ákærdur fyri at hava beint fyri Pidda. Nevndirnar í Klaksvíkar býráð eru mannaðar. Samgonguflokkarnir hava skipað tær soleiðis, at Sjálvstýriflokkurin og Tjóðveldi fáa formannin í trimum nevndum, meðan Javnaðarflokkurin fær formannin í einari nevnd. Nýggi borgarstjórin, Jógvan Skorðheim úr Sjálvstýrisflokkinum, er formaður í fíggjarnevndini. Signhild Johannesen úr Javnaðarflokkinum er forkvinna í Mentanarnevndini. Steinbjørn O. Jacobsen, Tjóðveldi, er formaður í Teknisku nevnd. Kristian Eli Zachariasen, Sjálvstýrisflokkurin, er formaður í Byggi og býarskipanarnevndini. Óluva Klettskarð, Tjóðveldi, er forkvinna í Havnanevndini. Kristian Eli Zachariasen, Sjálvstýrisflokkurin er formaður í Heilsu og Umhvørvisnevndini. Og Jóhan Lutzen, Tjóðveldi, er formaður í Sosialu nevnd. Fólkaflokkurin er einasti flokkur í Klaksvíkar Býráð sum verður í andstøðu komandi valskeið í Klaksvík. Samráðingar vóru millum partarnar í gjár, og tær halda fram klokkan 15.00 í dag. Gongur alt væl, verður býráðið skipað í kvøld, sigur Kristin Michelsen við útvarpið. Kristin Michelsen bleiv toppskorari á valinum í Tvøroyri við 239 atkvøðum, og er valdur saman við trimum øðrum javnaðarumboðum og tveimum úr Fólkaflokkinum og einum frá kvinnulistanum at manna Tvøroyra býráð. Tað var ikki bara met valluttøka í Tórshavnar kommunu í samband við kommunuvalið. Heimasíðan hjá kringvarpinum var so mikið nógv vitjað, at hon hóknaði undan trýstinum millum klokkan 19.30 og 20.30. Úrslitið varð, at flestu brúkararnir hjá kringvarpinum ikki kundu vitja heimasíðuna í nevnda tíðarskeiðið. Serliga vóru tað valtølini, og beinleiðis sjónvarpið á netinum, sum høvdu størsta áhugan. Norðanlondini vóru best umboðaði, har tveir triðingar av øllum vitjanunum á valdegnum komu úr Danmark. Tó vóru eisini nógvar aðrar vitjanir kring klótuna. Millum annað vóru fleiri hundrað vitjanir úr bæði Bretlandi og USA Seinasta vitjanarmetið átti ódnin 24. novembur í fjør, tá serliga myndirnar, sum almenningurin sendi inn til kringvarpið, høvdu størsta áhugan. Eingin teirra ivast tað minsta í, at tað var Piddi, tey sóu fríggjadagin 4.november ella leygardagin 5.november í fjør. Vitnini vóru eisini nøkunlunda samd um, hvussu Piddi var klæddur, tá tey sóu hann. Tey flestu søgdu eisini, at Piddi haltaði Piddi haltaði, tí hann hevði fingið skaða um borð á skipi, og var tí illa gongdur um tað mundið, hann hvarv. Eingin ivi hjá vitnunum Seks kvinnur og fimm menn eru ikki í iva. Tey sóu Pidda fríggjadagin 4. ella leygardagin 5.november, dagar, sum Piddi var deyður, sambært framløguni hjá ákæruvaldinum í nevningatinginum. Fólkini, sum vórðu avhoyrd sum vitni seinnapartin, eru ikki í minsta ivi um, at tað var Piddi, tey sóu. Bara eitt vitni ivaðist eitt sindur í, um tað var hósdagin 3.november ella 4.november, hon sá Pidda við handilin Colorama, har sum onnur vitni eisini sóu hann. Onnur sóu Pidda á Gerðisvegi, har hann búði. Hann er sæddur við ítróttarhøllina í Runavík, við rundkoyringina í Runavík. Og eitt vitni segði, at hon hevði hjálpt Pidda við at leita eftir piparsós í Bónusi stutt fyri døgurða leygardagin 5.november. Líkist nógv Pidda Politiið hevur kannað øll keyp í Bónusi hendan dagin, men einki samsvarar við tað, sum vitnið segði, at Piddi ætlaði at keypa. Tað kom fram, at ein maður í Saltnesi líkist nógv Pidda, og fólk, sum politiið hevur tosað við, hava hildið tann mannin vera Piddi. Men einki vitni, sum varð spurt um júst hetta í dag, segði, at tey fóru skeiv. Tað var Piddi, tey sóu, eingin ivi um tað. Seinasti sum prátaði við Pidda Verjin hjá ákærda manninum bað tey 11 fólkini geva vitnisfrágreiðing fyri at royna at sannføra nevningarnar um, at uppáhaldið hjá ákæruvaldinum er skeivt. Piddi hvørki doyði ella hvarv tíðliga fríggjamorgunin 4.november 2011. Í morgin verður maðurin, sum Piddi ringdi til fríggjanáttina 4.november millum klokkan trý og hálvgum fýra avhoyrdur. Hann er tann seinasti, sambært framløguni hjá ákæruvaldinum, sum hevur havt samband við Pidda umframt mannin, sum er ákærdur fyri at hava beint fyri Pidda. Telvingin um, hvør verður nýggjur borgarstjórin í Vági er byrjað. Núverandi borgarstjórin, Kirsten Strøm Bech, sum var vald fyri Javnaðarflokkn, gevst og valdið skal nú býtast av nýggjum. Dennis Holm úr Tjóðveldi fekk flestar atkvøður. Næstflestar atkvøður fekk Eyðis Kjærbo úr Javnaðarflokkinum. Nýggju fólk skulu umboða Vágs býráð, men hvørki Tjóðveldi ella Javnaðarflokkurin hava meiriluta í býráðnum sum er. Seinastu fýra árini hava Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi samstarvað í Vági. Trupulleikar seinka royndarboringini eftir olju í leitibrunninum Brugdan 2 . Royndarboringin verður tí ikki liðug sum ætlað, hálvan november. Vit halda fram at bora, árið út, sigur Rúni M. Hansen, stjóri í Statoil, sum er fyristøðufelag Statoil er fyristøðufelag við 50 prosentum av loyvinum á Brugdan 2 , meðan ExxonMobile eigur 49 prosent og Atlantic Petroleum eitt prosent av loyvinum. Hava bora í fimm mánaðir Tað var 17. juni, at boripallurin Cosl Pioner setti borin í føroysku undirgrundina, í leitibrunnin Brugdan 2 , einar 100 km í ein landsynning úr Føroyum. Tá metti Statoil, sum er fyristøðufelag í royndarboringini, at arbeiðið fór at taka fýra til fimm mánaðir. Í dag, smáar fimm mánaðir seinni, ásannar Statoil, at komið verður ikki á mál til tíðina Samstundis sum Statoil hevur longt sáttmálarnar við sínar undirveitarar, fyribils restina av árinum, so ásannar Rúni M. Hansen, at føroyski veturin kann tarna arbeiðnum úti á pallinum uppaftur meira Gerst dýrari Royndarboringin á Brugdan 2 er mett at kosta tilsamans um eina milliard krónur. Nú arbeiðið verður seinkað, verða útreiðslurnar eisini uppaftur størri. Rúni M. Hansen ynskir ikki at gera viðmerkingar til, hvat fyrstu úrslitini av stóru royndarboringini vísa. Heðin Mortensen gjørdist tann størsti atkvøðuslúkurin av øllum. Hann er ein maður og hann er ein royndur politikkari. Ikki er óhugsandi at fólk hava nøkulunda somu mynd av hvør tað er sum er best til at umboða seg í bý og bygdaráðum. Hyggja vit eftir hvørji valevnir sum fingu flest atkvøður í teimum einstøku kommununum, so eru tað menn sum trúna ovast í 26 av 30 kommunum. Tað eru bert í Klaksvík, Hvannasundi, Fámjin og í Fugloy at ein kvinna hevur fingið flest atkvøður. Størsti kvinnuligi atkvøðuslúkurin, tá hædd verður tikið fyri stødd á kommununi, er Katrin M. Næs í Hvannasundi, sum fekk 71 atkvøður, meðan næstur henni i Hvannasundi fekk 40 atkvøður. Í Tórshavn fekk Marin Katrina Frýdal 415 atkvøður, og er tí tann kvinnan við flest persónligum atkvøðum í landinum, men í høvuðsstaðnum fingu bæði Jógvan Arge og Heðin Mortensen fleiri atkvøður enn Frýdal. Valevnini sum fingu flest atkvøður í síni kommunu Kvinnur 1. Gunvá við Keldu, Klaksvík, 302 atkvøður 2. Katrin M. Næs, Hvannasund, 71 atkvøður 3. Eyðdis Ellendersen, Fámjin, 18 atkvøður 4. Amalia í Frammistovu, Fugloy, 8 atkvøður Menn 1. Heðin Mortensen, Tórshavn, 2637 atkvøður 2. Magnus Rasmussen, Runavík, 348 atkvøður 3. Kristin Michelsen, Tvøroyri, 239 atkvøður 4. Heðin S. Zachariasen, Sunda kommuna, 176 atkvøður 5. Pauli T. Petersen, Vestmanna,140 atkvøður 6. Jóhan Christiansen, Eystur kommuna, 133 atkvøður 7. Sune Jacobsen, Sørvágur, 133 atkvøður 8. Dánjal Vang, Fuglafjørður, 121 atkvøður 9. Artur Johansen, Sjóvar kommuna, 102 atkvøður 10. Albert Ó. Ellefsen, Vága kommuna, 101 atkvøður 11. Jóhannus Danielsen, Nes, 96 atkvøður 12. Gerhard Lognberg, Skopun, 76 atkvøður 13. Dennis Holm, Vágur, 73 atkvøður 14. Páll á Reynatúgvu, Sandur, 68 atkvøður 15. Rólant Poulsen, Eiði, 66 atkvøður 16. Eyðbjørn Thomsen, Sumba, 65 atkvøður 17. Dánjal Petur Muller, Kvívík, 64 atkvøður 18. Trúgvi Gudmundarson, Hvalba, 58 atkvøður 19. Mikkjal Sørensen, Porkeri, 56 atkvøður 20. Jógvan Heinesen, Viðareiði, 32 atkvøður 21. Delmar Tausen, Hov, 25 atkvøður 22. Linjohn Christiansen, Skálavík, 26 atkvøður 23. Jákup Martin Sørensen, Húsavík, 19 atkvøður 24. Harry Jensen, Skúvoy, 16 atkvøður 25. Heini O. Heinesen, Kunoy, 16 atkvøður 26. Magni P. Garðalíð, Húsar, 12 atkvøður Valúrslitið Fyri at síggja endaligu úrslitini í tí einstøku kommununi, so kann tað síggjast á hesum yvirlitinum Kvinnurnar settu seg á 57 av teimum 206 bý og bygdarráðssessunum, ið vórðu vald í gjárkvøldið. Hetta svarar til eina kvinnuliga umboðan upp á 27,7 prosent. Bert í einari kommunu Skálavíkar kommunu eru kvinnurnar í meiriluta. Fýra kommunustýrir uttan kvinnur Í fýra kommunum varð ongin kvinna vald inn. Størst av teimum er Sands kommuna, har allir sjey bygdaráðslimirnir eru menn. Hinar kommunurnar við reinari mannligari umboðan eru Viðareiði, Hvalba og Sumba. Í tveimum av teimum størstu kommununum, Tórshavn og Klaksvík, er javnstøðan so tætt hon kann koma, í Havn eru 6 kvinnur og 7 menn og í Klaksvík eru 5 kvinnur og 6 menn. Í triðstørstu kommununi hinvegin, Runavíkar kommunu, er bert ein kvinna og 10 menn. 14 kommunur nærmast javnstøðu Í 12 kommunum afturat Tórshavn og Klaksvík eru menninir í minst møguligum meiriluta. Í Vestmanna, Kvívík og Tvøroyri eru 3 kvinnur og 4 menn. Í Hvannasundi, Kunoy, Skopun, Húsavík, Hov og Famjin eru tvær kvinnur og 3 menn. Og í Fugloy, Húsum og Skúvoy eru 1 kvinna og 2 menn. Í øllum hinum kommununum eru menninir í stórum meiriluta. Í dag verða fólk, sum siga seg hava sæð Dánjal Petur Hansen, Pidda, eftir at hann sambært politinum var dripin, avhoyrd í nevningatinginum í Føroya rætti. Hóast politiið og ákæruvaldið halda fast uppá, at Piddi varð fyribeindur tíðliga fríggjamorgunin 4.november í fjør, siga fólk seg hava sæð Pidda 4., leygardagin 5. ella sunnudagin 6.november. Hesi fólk hevur verjin biðið um at koma at greiða nevningunum frá tí, tey hava sæð. Løgið at nummarspjøldrini vóru burturi Í gjár søgdu tveir menn, sum vóru vitni hjá ákæranum, seg hava sæð Pidda eftir fríggjanáttina 4.november. Men maðurin, sum teir sóu á Gerðisvegi í Saltangará, var ikki Piddi kortini. Eitt vitni, sum varð avhoyrt í gjár, vendi sær til politiið, tá hann sá og hoyrdi í fjølmiðlunum um gráa Skoda Fabia bilin, sum politiið vildi frætta um. Hann segði, at hann sá ákærda mannin vaska Skodabilin. Og hann hevði tikið nummarpláturnar av bilinum. Tað helt vitnið vera løgið. Politiið fann blóð á baksíðuni á aðrari nummarplátuni, tá bilurin varð kannaður. Hevur sagt meir í rættinum Nøkur vitni, sum ákærin hevur boðsent, hava nú fingið avboð, tí ákærin heldur seg ikki hava brúk hava fyri teimum kortini. Ákærdi maðurin hevur sagt meira í nevningatinginum, enn ákæruvaldið væntaði, og annað er eisini komið fram hesar dagarnar, nevningatingið hevur verið. Tí er ikki longur brúk fyri øllum 64 vitnunum, sum upprunaliga vórðu boðsend. Sambært Portalinum er nýggj samgonga so at siga klár í Klaksvík. Flokkarnir sum fara at velja Jógvan Skorheim til borgarstjóra eru Sjálvstýrisflokkurin, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi. Hesir hava tilsamans seks býráðslimir. Fólkaflokkurin við sínum fimm umboðum í býráðnum endar í andstøðu, og Gunvá við Keldu má leggja frá sær sum borgarstjóri. Samgongan bleiv skipað beint aftaná at valúrslitið var klárt í nátt. Nývaldu býráðslimirnir vildu ikki fara til hús fyrrenn ein avtala var klár. Gunvá fekk krakk frá Signhild Norðlýsið skrivar eisini at Javnaðarflokkurin skal hava fingið bjóða nógv vald, um hann fór í samgongu við Fólkaflokkin, men Signhild V. Johannesen og Javnaðarflokkurin skulu hava sagt nei til tilboðið frá Gunvu við Keldu og Fólkaflokkinum. Sum skilst skal nýggja samgongan hava fund nú klokkan 10 fyrrapartin. Klaksvíkar Býráð Her er nýggja býráðið í Klaksvík Útreiðslurnar hjá kommununum vaksa nú aftur. Tað vísa nýggj tøl hjá Hagstovuni. Í fjør brúktu kommunurnar meiri til rakstur og íløgur enn undanfarnu tvey árini. Í 2011 vóru útreiðslurnar hjá kommununum til rakstur og íløgur 1,4 milliardir krónur. Hetta er 50 milliónir meira enn í 2010. Samstundis eru skattainntøkurnar øktar og annað árið á rað høvdu kommunurnar avlop. Skattainntøkurnar hjá kommununum í 2011 vóru 1.5 milliardir krónur, og var tað 64 milliónir meira enn í 2010. Vøksturin var 4,4 prosent. Økt við hálvari milliard Síðani 2001 eru útreiðslurnar hjá kommununum farnar úr góðum 700 milliónum upp í 1,7 milliard í 2008. Útreiðslurnar minkaðu so í tvey ár til í fjør, tá gongdin aftur vendi. Í 2001 var skatturin umleið ein milliard, síðan tá hevur gongdin víst ein javnan hóvligan vøkstur, uttan í 2009, tá fíggjarkreppa var. Nú er samlaði skatturin hjá kommununum 1,5 milliard eina hálva milliard meiri enn í 2001. Tey ellivu fólkini, ið fara at manna Klaksvíkar Býráð frá 1. januar 2013, eru hesi Listi A Gunvá við Keldu 302 Listi E Steinbjørn O. Jacobsen 244 Listi D Jógvan Skorheim 230 Listi E Óluva Klettskarð 211 Listi C Signhild Vilhelmsdóttir Johannesen 182 Listi A Elisabeth M. Gunnleygsdóttir 138 Listi D Kristian Eli Zachariasen 116 Listi A Eyðstein Ó. Poulsen 108 Listi A Atli S. Justinussen 107 Listi A Herfríð Sørensen 87 Listi E Jóhann Lútzen 72 Tey fimm fólkini, ið eru nývald í Klaksvíkar Býráð, eru Signhild Vilhelmsdóttir Johannesen, Kristian Eli Zachariasen, Eyðstein Ó. Poulsen, Herfríð Sørensen og Jóhann Lútzen. Sí øll úrslitini frá kommunuvalinum her. Arbeitt verður í løtuni við at fáa síðuna uppaftur at koyra við fullari styrki. Somuleiðis verður arbeitt uppá at fáa valúrslitini tøk á heimasíðuni. Vinarliga hald okkum til góðar, so leingi trupulleikarnir ikki eru loystir. Ringa veðrið hevur ikki fingið veljarnar í Tórshavnar Kommunu at setast aftur í dag tvørturímóti. Ongantíð áður hava so nógvir veljarar verið á vali í kommununi, vísir ein uppgerð. Klokkan 17 í dag høvdu 43,9 av øllum veljarum í Tórshavnar Kommunu greitt atkvøðu og er hetta met. Tað vísir ein fyribils uppgerð, ið Tórshavnar Kommuna gjørdi klokkan 17 í dag. Kommunan hevur síðani 1984 tíma fyri tíma skrásett, hvussu nógvir veljarar hava atkvøtt í landsins størstu kommunu.Vánaligasta valluttøkan var í 1992, tá bert 30,2 av veljarunum í kommununi høvdu greitt atkvøðu á sjálvum valdegnum klokkan 17. Hann varð sæddur við ein bil, sum stóð í innvikinum innan úr víkiplássinum, har sum blóð er funnið. DNA royndir siga, at blóðið stavar frá Pidda. Gronin á bilinum vendi út móti vegnum. Ákærdi stóð har afturi við bilin. Ein maður, sum koyrdi framvið tá um náttina, sá ákærda. Hann kendi hann aftur, tí hann hevði arbeitt á Bakkafrosti, har sum ákærdi eisini arbeiddi. Spurdur, um hann var vísur í, at tað var ákærdi, hann sá, svaraði hann, at tí var hann vísur í. Maðurin varð avhoyrdur sum vitni í nevningatinginum seinnapartin. Bilurin sæddur av fleiri Ein annar maður, sum eisini varð avhoyrdur í dag, sá ein gráan Skoda Fabia við sama vikiplássið í Norðoyatunlinum bæði leygarnáttina fimta og sunnunáttina sætta november. Hann sá tó einki fólk við bilin, segði hann. Sambært ákæruvaldinum koyrdi ákærdi maðurin líkið av Pidda til víkiplássið, har ein pumpistøð stendur, um morgunin fríggjadagin 4.november. Hvat síðani er hent við líkinum, hevur ákæruvaldið ikki nakað boð uppá. Sambært nýggjum broytingaruppskoti kann ongin, sum ikki er heimahoyrandi í Føroyum, eiga meir enn 20 prosent av eini føroyskari alifyritøku. Hesa ferð fylgjast ásetingarnar um útlendskan eigaraskap og atkvøðurætt soleiðis, at útlendskur eigari, sum eigur 20 prosent eisini hevur 20 prosent av atkvøðurættinum. Í fyrra uppskotinum til nýggja alilóg, sum var lagt fram í august, kundi eingin útlendingur eiga meira enn 30 prosent av eini føroyskari alifyritøku og kundi ongantíð fáa meir enn 10 prosent av atkvøðrættinum. Lættari at gerast nevndarlimur Ein onnur høvuðsbroyting er, at krøvini til, nær ein er heimahoyrandi í Føroyum eru linkað. Høvuðsreglan er framvegis, at felag við aliloyvi og móðurfelag tess, skulu verða heimahoyrandi í Føroyum. Sambært nýggja broytingaruppskotinum er ein persónur heimahoyrandi í Føroyum, um hann hevur verið skrásettur í fólkayvirlitinum í tilsamans fimm ár. Hesi árini nýtast ikki at vera seinastu fimm árini ella samanhangandi fimm ár. Viðganga óhepnar avleiðingar Í fyrra uppskotinum var kravið, at ein persónur var heimahoyrandi í Føroyum um hann hevði búð í Føroyum seinastu tvey árini. Hetta kundi hava ta óhepnu avleiðing, at persónar, sum annars hava nógv tilknýti til føroyska samfelagið, ikki kunnu gerast stjórar ella nevndarformenn í eini føroyskari alifyritøku, verður sagt í nýggja broytingaruppskotinum. Gongutúrurin verður tikin uppaftur í morgun, hesaferð á Velbastað. Túrurin byrjar klokkan 8 við Skarðastein, ella har sum húsið hjá Sólarmagn er, síðani verður gingið norð á Heyggj, og hildið verður fram til klokkan gott níggju. Frásøgumaður verður velbastaðmaðurin, Jóannes Dalsgarð. Øll eru hjartaliga vælkomin við á túrin. Longu nú verður farið í holt við at útbyggja nýggja uppsjóarvirkið á Tvøroyri. Varðin Pelagic fekk í gjárkvøldið loyvi frá Tvøroyrar býráð at fara undir at byggja virkið út. Samstundist samtykti Tvøroyarar Býráð eisini at útbyggja á havnarlangum. Talan er um umfatandi útbyggingar av virki og havnarlagi. Frystigoymslan skal byggjast út, tí hon er ov lítil. Partar av bátahylinum skulu fyllast út, so meira virkispláss verður frammanfyri goymsluna hjá Varðanum Pelagic. Nýggja djúphavn Og triðja stigið í útbyggingini á havnarlagnum á Tvøroyri verður at gera djúphavn upp á minst 100 metrar, har dýpið skal vera minst 10 metrar, soleiðis at stór farmaskip kunna leggja at. Bæði vinnu og havnanevndini hjá Tvøroyar Býráð hava havt útbyggingina til viðgerðar. Báðar nevndirnar mæltu býráðnum einmælt til at samtykkja útbyggingarnar. Tað var eisini eitt samt býráð, sum tók undir við málinum. Jaspur Vang var tó burturstaddur. Vánaliga veðrið tykist ikki at darva valluttøkuni í størstu kommununi í landinum, Tórshavnar Kommunu. Klokkan 14 í dag hevði fimti hvør borgari í Tórshavnar Kommunu greitt atkvøðu til kommunuval 2012. 20,6 av borgarunum í Tórshavnar Kommunu høvdu klokkan 14 verið og atkvøtt. Í mun til undanfarin ár um somu tíð, var valluttøkan í landsins størstu kommunu sostatt hægri enn undanfarin ár, vísir eitt yvirlit. Í 2004 høvdu 20,0 verið og atkvøtt um somu tíð og á seinasta kommunuvalinum, í 2008, var valluttøkan í Tórshavnar Kommunu klokkan 14 á 18,9 . P F THOR hevur gjørt avtalu um at byggja átta nýggj seismik support skip, sum koma at arbeiða í samband við oljuleiting. Avtalan byggir serliga á langtíðarsáttmála við seismikkfelagið PGS Petroleum Geo Services. Skipsteknik í Aring lesund hevur teknað skipini í tøttum samstarvi við THOR. Tey eru serútgjørd til tænastur hjá seismikskipum og verða útgjørd við allari nútíðar útgerð. Eisini verða skipini bygd til at kunna fremja allar veitingar á øllum heimshøvum. Skipini verða 64,4 metur til longdar og 14,5 metur til breiddar. Avtala er gjørd um íalt átta skip. Fýra skip fyrst Í fyrstu atløgu eru fýra skip sett í gerð. Tað fyrsta verður latið í august 2014 og tey næstu trý við trimum mánaða millumbilum. Felagið hevur síðan møguleika at byggja fýra skip afturat, og tey skulu latast reiðarínum í 2015 og 2016. Skipini verða bygd á skipasmiðjuni Besiktas í Turkalandi. Hetta er nógv tann størsta avtalan hjá felagnum THOR higartil, og fegnast felagið um tað góða samstarvið, sum er við seismikkfelagið PGS. AElig tlar tú tær á kommunuval í dag, átti tú kanska at umhugsað at latið teg væl í, ella funnið tær regnskjólið fram. Líkindini at velja hvat veðrinum viðvíkur kundu neyvan verið verri enn tey eru í løtuni. Lige nu ser vi et meget usædvanligt vejr over Færøerne. Den meget kraftige nedbør vil ramme hele Færøerne og vil vare frem til cirka klokken 15, sigur vakthavandi á DMI í Keypmannahavn, Jesper Eriksen. Sambært teimum nýggjastu veðurforsagnunum, so fer veðrið at batna yvir alt landið miðskeiðis seinnapartin men bert eina løtu kortini. Í kvøld verður aftur glopraregn, sigur vakthavandi veðurfrøðingur á DMI. Vit kunnu eisini vænta okkurt heglingsælið, sum tað líður út á dagin. Í løtuni er torusláttur í útsynningspartinum úr Føroyum, og um illa vil til, so rakar hetta eisini oyggjarnar seinni, sigur Jesper Eriksen. Uppfunni advokaturinadvokat við fullum navni, bústaði og telefonnummari, tá hann billaði kvinnuni, sum tá var unnusta hansara, inn, at hann var í ferð við at keypa húsini á Gerðisvegi. Hetta kom fram í rættinum ígjár. Jónfinn Thomsen, advokatur, gjørdist ikki sørt bilsin, tá hann frætti, at fyrrverandi konan hjá Dánjali Peturi Hansen, Pidda, skuldi flyta í húsini á Gerðisvegi 34 í Saltangará, og at Piddi skuldi úr húsunum. Tí Jónfinn Thomsen var advokatur hjá konuni, og hann visti av ongum. Tað segði hann í nevningatinginum í gjár, tá hann varð avhoyrdur sum vitni. Ókendur advokatur Tá hann spurdi, hvør advokaturin var, sum hevði fingið hetta í lag, fekk hann at vita, at advokaturin eitur Jens Poulsen og býr í Skálafirði. Hann fekk enntá telefonnummarið hjá honum, 218003. Navn, bústað og telefonnummar fekk hann frá fyrrverandi konu Pidda. Hon hevði tey frá ákærda í drápsmálinum. Og, at Jens Poulsen var advokatur hjá Bakkafrosti, har sum ákærdi arbeiddi. Var Jónfinn Thomsen bilsin frammanundan, gjørdist hann ikki minni bilsin nú. Eg haldi meg kenna allar advokatar í Føroyum. Men hendan hevði eg ongantíð hoyrt um, segði Jónfinn Thomsen. Mælti frá at keypa húsini Hann ringdi til Føroya Tele fyri at vita, um nummarið 218003 var tøkt. Tað var tað. Altso hevði eingin Jens Poulsen tað nummarið. Jónfinn Thomsen segði eisini, at hann mælti fyrrverandi konu Pidda frá at keypa húsini á Gerðisvegi fyri 115.000 krónur og taka við skuldini í húsunum, sum var 1,3 milliónir krónir. Tað var ov stórur biti fyri einsamalla mammu við fimm børnum, helt advokaturin. Í øllum førum vildi hann fyrst hava skjalprógvaða váttan frá banka um fígging. Slíka váttan sá hann ongantíð. Var ikki at finna nakrastaðni Og Jens Poulsen, advokatur. Eisini politiið leitaði eftir honum, uppi og niðri á netinum, men har var eingin Jens Poulsen, advokatur í Skálafirði, at finna. Piddi og kona hansara blivu skild við dómi seint í oktober 2010. Men búgvið eftir hjúnaskilnaðin var ikki liðugt viðgjørt í Skiftirættinum, tá Piddi hvarv stívliga eitt ár seinni. Semja var ikki um, antin búgvið skuldi vera alment skifti ella privat skifti. Fyrsta januar 2013 fáa borgarnir í Vágs Kommunu nýggjan borgarstjóra. Kirstin Strøm Bech úr Javnaðarflokkinum, ið hevur sitið sum borgarstjóri í Vági seinastu átta árini, stillar ikki uppaftur til hetta kommunuvalið. Í Vági fer stríðið til kommunuvalið hesa ferð serliga fer at verða millum Javnaðarflokkin og Tjóðveldi. Tað metir Tórður Mikkelsen, tíðindamaður á valredaktiónini hjá Kringvarpinum í Suðuroy. Veljararnir í Hvalba skulu somuleiðis velja nýggjan borgarstjóra á kommunuvalinum í dag. Otto West úr Fólkaflokkinum, ið hevur verið borgarstjóri í Hvalba seinastu fýra árini, stillar heldur ikki uppaftur til kommunuvalið. BankNordik hevði eitt rakstrarúrslit í 3. ársfjórðingi upp á 65 milliónir krónur. Ein orsøk til góða úrslitið er, at virksemið í Danmark er farið at geva avlop, nú útreiðslurnar til samansjóðing eftir yvirtikna virksemið frá Amagerbanken er av. BankNordik almannakunngerð roknskapin fyri triðja ársfjórðing í morgun, og úrslitið fyri skatt gjørdist 80 milliónir krónur. Hóast metlágt rentustøði eru rakstrarinntøkurnar hjá BankNordik í triðja ársfjórðingi 226 milliónir. Harvið eru inntøkurnar á sama støði sum undanfarnu tveir ársfjórðingarnar. Rakstrarútreiðslurnar vóru 147 milliónir, sum er lægri enn undanfarnu ársfjórðingarnar síðan yvirtøkurnar av sunnu pørtunum av Amagerbanken 1. juli 2011. Størsta valstaðið er í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn, har 11.722 veljarar hava møguleika at greiða atkvøðu. Minsta valstaðið er í Mykinesi, har 12 veljarar kunnu greiða atkvøðu. Mykines hoyrir til Sørvágs kommunu. Minsta sjálvstøðuga kommuna er Fugloyar kommuna. Har eru 36 veljarar 22 á Kirkju og 14 í Hattarvík. Í Fugloy skulu trý fólk veljast í kommunustýrið. Tríggjar aðrar kommunur eru so smáar, at tær einans hava trý fólk í bygdaráðnum. Tað eru Húsa, Skúvoyar og Fámjins kommunur. Atkvøðustøðini lata upp klokkan 10 og atkvøðugreiðslan heldur fram til klokkan 8 í kvøld, ella so leingi veljarar møta uttan steðg. Samstundis við kommunuvalið er eisini val til skúlastýrini. Her er tað bara foreldur ella verjar hjá børnum í skúlunum, sum hava valrætt. Í Piddamálinum hava í dag millum annað fyrrverandi konan hjá Pidda vitna. Eisini hevur ein sum kendi Pidda gott vitna, og hesin er ikki í iva um at Pidda hevur ikki beint fyri sær sjálvum. Piddi hevur ikki tikið seg sjálvan av døgum. Tað er útilokað. Hann var glaður fyri lívið. Harafturat segði hann, at gjørdi hann sjálvmorð, fór hann til helvitis. So hann tordi heldur ikki. Tað segði eitt vitni, sum varð avhoyrt í dag. Vitnið kendi Pidda og konu hansara sera væl. Tey vóru vinfólk í nógv ár. Hetta er fyrstu ferð, síðani nevningatingið byrjaði, at ástøðið um sjálvmorð varð nevnt. Leyg illani fyri unnustuni Annars er greitt eftir at níggju vitni vórðu avhoyrd í dag, at ákærdi maðurin leyg illa fyri kvinnuni, sum tá var unnusta hansara, um alt tað, hann gjørdi fyri at fáa teimum eini hús at búgva. Millum annað uppfann hann ein advokat, Jens Poulsen í Skálafirði, telefonnummar 218003, sum hjálpti honum við húsakeypunum. Jens Poulsen var advokatur hjá Bakkafrosti, segði hann. Tað var eisini lygn, at stjórin á Bakkafrosti hjálpti honum. Regin Jakobsen, stjóri, segði í rættinum, at Bakkafrost letur ikki sínum starvsfólkum fígging til at keypa hús. Hann hevði heldur ikki givið ákærda ein køk. Ákærdi hevur ongantíð tosað við stjóran um húsini, hann royndi at keypa. Leyg um at hann var væl fyri fíggjarliga Fyrrverandi konan hjá Pidda, sum helt saman við ákærda manninum, greiddi frá, at tá ákærdi skuldi hava keypt húsini á Mýrarvegi í Runavík, fekk hon ein lykil til húsini. Men lykilin var ikki til nakað úthurðalás í húsunum. Hann hevði eisini sagt við hana, at hann átti hús og jørð í Kroatia og var væl fyri fíggjarliga. Dóttir Pidda segði í rættinum, at hetta helt hon vera meira enn løgið. Hví arbeiða á Bakkafrosti, um hann var so væl fyri. Men mamma hennara tók alt tað, sum hann segði, fyri fult. Ikki óttast, segði hann Sjálv greiddi mamma hennara frá fyrrapartin, at tað var ikki fyrr enn ákærdi fellur í óvit tvær ferðir tann 12.november í fjør og verður lagdur inn á Landssjúkrahúsinum og politiið kemur upp í leikin, at hon varnast, at okkurt ikki ruggaði rætt. Hon viðgekk, at hon bleiv forelskað í ákærda manninum. Hann var fittur og vildi gera alt fyri hana og hennara fimm døtur. Ivaðist hon í tí, sum hann segði henni um húsakeypini, bað hann hana ikki hugsa um tað. Don t worry, segði hann bara. Dóttir hennara segði, at pápi hennara vildi ikki, at fyrrverandi kona hansara og børnini búðu á Gerðisvegi saman við einum øðrum manni. Tað er óhugsandi, at Dánjal Petur Hansen skal hava beint fyri sær sjálvum. Fyri fyrstu ferð, síðani nevningatingið byrjaði, var tann møguleikin, at Dánjal Petur Hansen skal hava tikið seg av døgum, nevndur í dag. Tað er útilokað, segði eitt vitni, sum kendi Dánjal Petur Hansen væl. Javnaðarflokkurin stendur til at fáa seks av teimum 13 umboðunum í Tórshavnar býráð til valið í morgin. Hetta vísa nýggjastu Galluptølini í eini veljarakanning, sum Sosialurin kunngerð í dag. Javnaðarflokkurin stendur til at fáa 38 prosent av øllum atkvøðunum, og vinnur sostatt eitt umboð í mun til í dag. Tjóðveldið er næststørst í kanningini við 27 prosentum, og varðveitir síni 4 umboð. Fólkaflokkurin gongur 6 prosentstig aftur og missir eitt umboð og fær 2 í býráðið, og Sambandsflokkurin við 10 prosentum varðveitir sítt eina umboð. Torir ikki at seta nøvn á Fólkafloksumboðini Gallup setir eisini nøvn á sjey av teimum, ið verða vald til býráðið. Onki av umboðunum hjá Fólkaflokkinum eru tó millum hesi sjey. Hjá Javnaðarflokkinum verður borgarstjórin, Heðin Mortensen, stóri vinnarin, meðan kvinnurnar Halla Samuelsen, Elin Lindenskov og Bjørghild Djurhuus standa til at fáa eitt gott val. Hjá Tjóðveldinum kunnu Jógvan Arge og Marin Katrina Frýdal kenna seg nøkulunda trygg, og hjá Sambandsflokkinum tykist ikki vera ivi um, at núverandi býráðslimurin, Annfinn Brekkstein, verður afturvaldur. Gallup torir ikki at seta nøvn á hvørji valevni í Fólkaflokkinum hava møguleika at verða vald í býráðið. Føroysku meistararnir úr EB Streymi siga nú farvæl við royndasta leikaran á liðnum. Argja Bóltfelag hevur skrivað sáttmála Sorin Anghel, sum í 12 ár hevur verið fastur maður í hópinum hjá EB streymi Heimasíðan hjá AB váttar í dag, at Sorin Anghel hevur skrivað eitt árs sáttmála við felagið, sum júst er flutt upp aftur í bestu fótbóltsdeildina. Sorin Anghel er 33 ára gamal, og kom til Føroya úr Rumenia at spæla fótbólt í 2001. Øll árini hevur hann verið ein av stuðlunum á besta liðnum hjá EB Streymi. Fyri stuttum setti hann búgv í Havn, og í dag hevur hann so gjørt sáttmála við AB. Í farnu viku luttók Havstovan á eini altjóða verkstovu í Hollandi. Endamálið var at læra at kanna og kenna makrelegg. Triðja hvørt ár verða kanningar gjørdar av gýtingini hjá makreli. Alt gýtingarøkið verður kannað. Tað er ICES, sum samskipar kanningarnar. Úrslitini verða brúkt í stovnsmetingini av makreli. Makrelur ferðast víða gjøgnum árið. Um summarið er hann um okkara leiðir, vestan fyri og norðan fyri í Norska havinum og leitar eftir føði. Seint um veturin og tíðliga um várið leitar hann til gýtingarøkið at gýta. Høvðusgýtingarøkið er vestan fyri Írland, men samlaða øki røkkur heilt frá Suður Portugal til Føroyar. Føroyar vóru við á fyrsta sinni í hesum kanningunum í 2010, tá Havstovan luttók við Magnusi Heinasyni. Úrslitini tá vístu, at makrelur gýtti í føroyskum sjógvi, men nøgdirnar vóru lítlar. AElig tlanin er, at Havstovan skal vera við í kanningunum aftur komandi ár. Tað er ógvuliga ymiskt, hvussu stórar íløgur kommunurnar hava gjørt í eldraøkið, og tí er eisini stórur munur á, hvussu væl tað loysir seg hjá kommununum at samstarva við aðrar kommunur. Kommunurnar í Vágum, Norðstreymoy og Sundalagnum hava gjørt eina útrokning, sum millum annað vísir, at Sørvágs kommuna og Vága kommuna skulu gjalda ávikavist 6 og 12 miljónir krónur til hinar kommunurnar, um núverandi samstarv skal halda fram, eftir at eldraøkið er lagt út. Borgarstjórin í Vága kommuna heldur tað vera skilaleyst at leggja eldraøkið út til kommunurnar, uttan at kommunurnar verða lagdar saman í størri eindir fyrst. Skulu samstarva um eitt ár Sambært samgonguskjalinum skal eldraøkið leggjast út til kommunurnar at umsita 1. januar 2014. Kommunurnar vita enn ikki, hvussu og við hvønn tær skulu samstarva um eldraøkið, og hvussu økið skal fíggjast. Kommunurnar í Vága, Sørvágs, Kvívíkar, Vestmanna, Sunda og Eiðis kommunum, sum í dag hava eldri borgarar búgvandi á stovnum hjá hvørjum øðrum, hava nú latið eina grannskoðarafyritøku gera eina grening. Greiningin er av, hvussu stórar íløgur kommunurnar hava gjørt á eldraøkinum, og hvussu nógv tær skulu gjalda sínámillum, um tær skulu vera eitt felags samstarvsøki frá 2014. Gjalda fyri samstarv Sambært lýsingini eru tað serliga Vága, Sørvágs og Kvívíkar kommunur, sum skulu gjalda hinum kommununum í økinum endurgjald. Vága kommuna skal gjalda góðar tólv miljónir, og Sørvágs kommuna slakar sjey miljónir. Tær kommunurnar, sum hava gjørt størstar íløgur á eldraøkinum, eru Vestmanna og Sunda kommunur. Tær skulu hava ávikavist 13 og 9,5 miljónir frá hinum kommunum afturfyri at tær fáa lut í teimum útbyggingum, sum gjørdar eru. Útrokningin vísir, at Vestmanna kommuna hevur gjørt íløgur fyri 18.000 pr íbúgva á eldraøkinum, Sunda kommuna fyri 13.000 kr, Eiðis kommuna fyri 8.000 kr, Sørvágs kommuna fyri 1300 kr, Vága kommuna fyri 1000 krónur, og Kvívíkar kommuna fyri 137 krónurpr íbúgva. Tað verður ikki nakar fyrimunur fyri kommunurnar í Vágum at vera í kommunalum samstarvi við hinar kommunurnar í økinum, sigur bygdarráðsformaðurin í Vága kommunu, Albert Ellefsen. Vága kommuna hevur viðgjørt ætlanina at avtaka felagskommununa á seinasta bygdaráðsfundi, og seinni í hesum mánaðinum kemur málið aftur til viðgerðar, sigur borgarstjórin í Vága kommunu, Albert Ellefsen, sum eisini er formaður í nevndini í Felagskommununi, við Vágaportalin. Albert Ellefsen sigur, at tíðin er farin frá Felagskommununi, og at ætlanin nú er at gera samstarvssáttmálar millum Vága kommunu og Sørvágs kommunu í staðin. Sune Jacobsen, borgarstjóri í Sørvágs kommunu, er samdur í, at tørvur ikki longur er á Felagskommununi. Felagskommunan hevði stóran týdning, tá kommunurnar í Vágum vóru fimm í tali. Men nú bert tvær kommunur eru í oynni, er betri, at nevndirnar samstarva beinleiðis, sigur Sune Jacobsen. Ákærdi vildi sleppa at orna alt kring keypið av einum húsum sjálvur, og unnustan, fyrrverandi kona Pidda, trúði honum, tá hann segði henni, hvussu húsakeypið gekk. Hetta váttaði fyrrverandi kona Pidda, tá hennara vitnisfrágreiðing byrjaði í morgun. Hon váttaði tað, sum ákærdi í farnu viku segði, um ætlanirnar fyrst at keypa eini hús á Mýrisvegi í Runavík, og seinni húsini á Gerðisvegi 34. Hon kundi eisini vátta, at ákærdi hevði fortalt um fundir við sakførarar og onnur um húsakeypið. Ákærdi váttaði í farnu viku, at meginparturin av hesum ikki passar, og at tað var nakað, sum hann hevði sagt við hana, tí hann ynskti at hjálpa henni. Fekk illgruna Fyrrverandi kona Pidda, sum nú eisini er fyrrverandi unnustan hjá tí ákærda, kundi eisini greiða frá, at ákærdi hevði tosað um, at stjórin á Bakkafrosti, Regin Jacobsen, skuldi hjálpa teimum. Hon greiddi frá, at hon ikki slapp at síggja nakað av tí, sum tann ákærdi fortaldi henni. Hann vildi sleppa at orna alt sjálvur, uttan at hon slapp at síggja nakað. Ákærdi skal hava sagt við unnustuna, at hann hevði gjørt eina avtalu við sakførara og Pidda um, at Piddi skuldi flyta úr húsunum tann 1.november 2011. Tá hetta ikki hendi, fekk hon illgruna um, at okkurt ikki var, sum tað átti. Tann 3. november var fundur millum ákærda, sakførara og Pidda. Náttina til 4. november skal ákærdi hava dripið Pidda. Flogfelagið SAS skal spara 2,6 milliardir krónur. Tað merkir, at umleið 1000 fólk skulu sigast úr starvi. Í løtuni eru 15.000 fólk í starvi. Spariætlanin er júst almannakunngjørd í morgun. Felagið sparir 800 fyrisitingarstørv og flytur høvuðssatið úr Keypmannahavn til Svøríkis.Leiðararnir verða eisini nógv færri í felagnum. Millum sparitiltøkini er eisini ætlanin at selja felagið SAS Ground Handling og flogfelagið Widerøe burturav ognunum hjá SAS. Í sambandi við sparitiltøkini selur SAS fleiri feløg. Seinasta freist hjá SAS Leiðslan í SAS viðgongur at tey hava ein hvassan knív á barkanum, og at tey noyðast at fremja hesar umfatandi sparingarnar og broytingarnar í felagnum. Um nakað SAS skal vera í framtíðini. Hetta er okkara final call , um vit framvegis skulu hava eitt SAS. Vit hava fingið hendan seinasta møguleikan til at byrja av nýggjum, og at gjøgnumføra umfatandi broytingar í felagnum, segði Rickard Gustafson, aðalstjóri í SAS. Eg veit at vit krevja nógv av okkara starvsfólkum, men tað er eingin annar útvegur, segði hann. Sambært Danmarks Radio kann SAS noyðast at siga 6000 av sínum 15.000 starvsfólkum úr starvi. Í fyrstu atløgu hvørva millum 800 og 1000 starvsfólk. Vilja keypa Widerøe Norska flogfelagið Widerøe, ið serliga flýgur styttri innlendis rutur framvið norsku strondini, er eitt av feløgunum sum skal seljast. Sambært NRK er møguligur keypari longu komin inn á vøllin. Talan skal vera um minst tveir møguligar keyparar, Torghatten og starvsfólk hjá Widerøe. Ola Giæver, flogskipari hjá Widerøe, stendur á odda fyri einum bólki av íleggjarum sum eru tey 315 starvsfólkini í Widerøe og einum íleggjara sum í dag ikki er knýttur til Widerøe. Ola Giæver sigur við NRK at tey koma við fleiri upplýsningum seinni í dag. Stóra norska flutningsfelagið Torghatten skal eisini hava víst áhuga í at keypa Widerøe. Felagið rekur millum annað bæði buss og ferjuleiðir í Noregi. Torghatten átti í síni tíð Widerøe saman við Nordlandsbanken. Síðani seldu tey flogfelagið til Fred Olsen, sum síðani seinni seldi felagið til SAS. Men nú vilja tey keypa felagið aftur. Um treytirnar eru tær røttu. Torghatten hevur eisini havt partabrøv í Norwegian. Millum tey nógvu vitnini, sum skulu avhoyrast í Piddamálinum í hesari vikuni, eru fólk, sum siga seg hava sæð Pidda eftir at hann, sambært politinum, varð fyribeindur tíðliga fríggjamorgunin 4.november í fjør. Tíggju fólk, sum siga seg hava sæð Pidda fríggjadagin 4., leygardagin 5. ella sunnudagin 6.november, eru biðin um at koma í nevningatingið mikudagin. Fyrsta vitnið, sum verður avhoyrt í dag, er fyrrverandi kona Pidda, sum gjørdist unnusta ákærda í mai í fjør. Spurningurin er, um hennara frágreiðing fer at stuðla upp undir ástøðið hjá ákæruvaldinum ella frágreiðingina hjá ákærda. Starvsfelagar skulu avhoyrast Vitni skulu siga satt í rættinum, tá tey verða avhoyrd. Fólk, sum eru skuldsett ella ákærd, kunnu afturímóti siga ósatt so nógv sum teimum lystir. Onnur vitni, sum verða avhoyrd, verða spurd um, hvat Piddi gjørdi dagarnar fyri 4. november. Starvsfelagar á Bakkafrosti verða avhoyrdir, og vitni verða avhoyrd um royndina hjá ákærda at keypa eini hús á Mýravegi í Runavík og royndina at fáa húsini á Gerðisvegi 34 í Saltangará. Ein skógvur Starvsmaðurin hjá Landsverki, sum fann ein skógv í Norðoyatunlinum, verður eisini avhoyrdur. Sambært politinum er talan um ein skógv hjá Dánjal Petur Hansen, Pidda. 64 fólk eru biðin um at koma í nevningatingið at vitna. Millum annað koma fólk úr Danmark, Norra og Grønlandi. Tvey vitni skulu avhoyrast tvær ferðir. Sambært tí, Linda Hesselberg, ákæri, higartil hevur ført fram fyri nevningatinginum, so er fyrrverandi konan hjá Pidda ein avgerandi liður í motivinum hjá tí 33 ára gamla manninum at drepa og burturbeina Pidda. Ákærdi drap og burturbeindi Pidda, tí hann ætlaði, at táverandi unnustan og hann skuldu yvirtaka húsini á Gerðisvegi 34 í Saltangará. Fyrrverandi kona Pidda var tinglýstur eigari av húsunum, men Piddi búði framvegis í teimum. Størsti spenningur er um fyrrverandi konan sigur somu søgu sum tann ákærdi um ætlanirnar hjá teimum um at yvirtaka húsini í Runavík. Og um hvussu sá út, tá ið tey fóru inn í húsini á middegi eftir, at Piddi sambært ákæruvaldinum varð dripin í teimum um morgunin. Tann ákærdi noktar seg sekan í øllum ákærum. Krøvini eru, at landið skal fremja stór sparitiltøk til tess at fáa ta neyðugu búskaparhjálpina, sum so stórur tørvur eru á. Fíggjarlógin er enn eitt stig á leiðini til at Grikkaland kann fáa útgoldið 234 milliardir krónur frá ES og Altjóða Gjaldoyragrunninum, IMF,so landið ikki fer á húsagang. Forsætisráðharrin, Antonis Samaras, er sera væl nøgdur við at grikska tingið hevur tikið undir við fíggjarlógini. Hetta er tað næsta stigið á leiðini til at vit aftur kunnu fáa landið á rætt kjøl, segði hann eftir at tingið hevði atkvøtt fyri fíggjarlógini. Fyri atkvøðuna hevði stjórnin tryggjað sær 167 atkvøður fyri fíggjarlógaruppskotinum av teimum 300 tinglimunum. Mikudagin legði Grikkaland fram spariætlanir um at hækka pensjónsaldurin til 67 ár, at minka sosialu veitingarnar og minstulønina. Eitt brek á innanhýsis sendinetinum í einum sendirúmi í Vørðsluni hevði í kvøld við sær, at sjónvarpstíðindasendingin í orðsins rætta týdningi fór í svart. Miðskeiðis inni í sjónvarpssendingini kom brek á innanhýsis sendinetið og sjónvarpstíðindini, ið verða send úr M.A. Winthersgøtu í Havn, máttu steðgast. Tískil er Dagur amp vika tikin upp og sett saman fyri løtu síðani, og verður send klokkan 23 35 í kvøld. Eisini vangamyndin, har kokkurin Gutti Winther er gestur, verður send tá. Eftir at hava koyrt tvær døtur hjá Dánjali Peturi Hansen, Pidda, í skúlan við Løkin stutt fyri klokkan átta fríggjamorgunin 4.november í fjør, fer maðurin, sum er ákærdur fyri at beint fyri Dánjali Peturi Hansen tá um náttina, til Gerðisveg 34 eftir líkinum av Pidda. Tað er ástøðið hjá politinum. Og tað gjørdist fyrstu ferð alment seinnapartin, tá Lars Coops í Ferðaliðnum varð avhoyrdur um fartelefonirnar hjá Pidda og ákærda manninum. Poltiið byggir ástøðið á, at einki blóð er í Skodabilinum, tá ákærdi koyrir genturnar í skúla. Klokkan seks minuttir í níggju ringir sami vinmaður Pidda, sum tosaði við Pidda um náttina, til hansara. Telefonin hjá Pidda er tá við Norðoyatunnilin. Har er telefonin hjá ákærda eisini. Ákærdi hevur sjálvur greitt frá, at hann var í Norðoyatunlinum tann fyrrapartin fyri at kanna, hvat Skodabilurin, sum sambært honum varð stolin náttina fyri, gjørdi har. Blóð frá Pidda er funnið í einum víkiplássi í Norðoyatunlinum. Kunnu fylgja telefonini Síðani ber til at fylgja telefonini hjá Pidda. Klokkan 13 minuttir í hálvgum tíggju er ákærdi, sum sambært politinum hevur telefonina, á veg aftur á Skálafjørðin. Og klokkan átta minuttir yvir tíggju er telefonin á Nesi, har sum ákærdi búði. Klokkan trý korter til ellivu er telefonin við Gerðisveg. Átta minuttir seinni aftur á Nesi. Klokkan ein minutt í ellivu verður hon sløkt. Fimm dagar seinni, tann 9.november, dagin eftir, at Piddi er eftirlýstur, er telefonin tendrað aftur, klokkan 14 minuttir yvir eitt um dagin. Telefonin hjá Pidda og telefonin hjá ákærda hava samband við somu mastur. Ringdi 28 ferðir Millum klokkan 14 minuttir í hálvgum tvey og tríggjar minuttir yvir hálvgum tvey, í 17 minuttir, ringir sama fólk 28 ferðir til telefonina hjá Pidda. Avbrotið verður 26 ferðir og tvær ferðir ringir út. Klokkan tríggjar minuttir yvir hálvgum tvey verður telefonin sløkt. Klokkan fimm minuttir yvir tvey verður hon so tendrað aftur. Hon verður ikki sløkt, men fer av netinum, antin tí hon er oyðiløgd ella, tí at battaríið verður tikið úr henni, sigur politiið. 2.februar finnur politiið telefonina uppi undir loftinum í kjallaranum í húsunum, sum ákærdi leigaði á Nesvegi. Fyrrapartin mánadagin verður fyrrverandi kona Pidda og seinni unnusta hjá ákærda avhoyrd sum vitni. Seinnapartin fór SEV undir at royna fyrstu av teimum trimum nýggju vindmyllunum, sum verða settar upp á Eystnesi. Arbeitt verður við at seta tríggjar nýggjar myllur upp á Eystnesi. Myllurnar eru 900 kilowatt, og tær eru av merkinum Enercon. Umframt tær tríggjar vindmyllurnar, sum standa ytst á Eystnesi, hevur SEV bílagt tvær vindmyllur av sama slag, og tær verð settar upp, har vindmyllurnar frá Vestas stóðu, innari á Eystnesi. Triðja Vestas myllan er tikin niður, og verður fyribils goymd. Fimm myllur Nú hevur SEV fimm nýggjar vindmyllur frá Enercon, sum allar eru 900 kilowatt. Haraftrat er elsta vindmyllan framvegis í rakstri. Talan er um eina vindmyllu frá Nordtank, sum er 150 kilowatt, og sum varð sett upp í 1993. SEV fer at royna vindmyllurnar, so hvørt sum tær eru klárar, og ætlanin er at royna allar fimm nýggju myllurnar samstundis, tann 23. november. Tá verða tær eisini alment settar til, upplýsir SEV á heimasíðuni. Samgongan missir tveir tingsessir, men varðveitir kortini meirilutan. Tað vísir ein veljarakanning, sum Gallup Føroyar hevur gjørt fyri Sosialin. Samgongan hevur 19 tingsessir, men var val nú, hevði hon tódnað niður í 17. Sambært kanningini missir Fólkaflokkurin ein tingsess, og Sjálvstýrisflokkurin missir sín tingsess. Sambandsflokkurin og Miðflokkurin varðveita sínar tingsessir. Fólkaflokkurin størstu afturgongdina Fólkaflokkurin hevur størstu afturgongdina samanborið við løgtingsvalið í fjør. Hann missir sløk trý prosentstig, og fer niður í 19,6 prosent. Tjóðveldi hevur størstu framgongdina, 3,5 prosentstig, og fær 21,8 prosent. Framgongdin hjá Javnaðarflokkinum hevði verið trý prosentstig, og hann hevði fingið 20,8 prosent. Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin høvdu fingið teir báðar tingsessirnar, sum ávikavist Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin standa til at missa. Sambært kanningin hevði Framsókn varðveitt báðar sínar tingsessir. Sostatt hevði samgongan fingið 17 tingsessir og andstøðan 16. Kári á Rógvi, fyrrverandi løgtingslimur, fekk ikki viðhald í Eystara Landsrætti um, at hann átti rætt til løn, meðan hann var í pápafarloyvi úr Løgtinginum. Eystari Landsrættur hevur staðfest dómin, ið varð sagdur í Føroya Rætti í august mánaði. Tá málið var fyri í Føroya Rætti, varð løgtingið frídømt. Fekk einki lyfti Kári á Rógvi fekk einki lyfti um løn í farloyvistíðini, segði rætturin. Og hann eigur heldur ikki at fáa løn fyri farloyvistíðina. Rætturin vísti til lógina um barsilsskipan. Sambært henni hava kvinnur serrættindi. Tær eiga einsamallar fyrstu 14 vikurnar, eftir at barnið er føtt. Kári á Rógvi var í farloyvi úr løgtinginum, áðrenn fyrstu 14 vikurnar vóru farnar. Harafturat brúkar løgtingið reglurnar, sum eru galdandi á almenna arbeiðsmarknaðinum. Tær siga, at menn hava rætt til barsilsfarloyvi í ein mánað, men við ongari løn. Og tí segði Føroya rættur, at Kári á Rógvi átti ikki at fáa løn fyri tær fýra vikurnar, hann var í pápafarloyvi. Kári á Rógvi skeyt beinan vegin málið inn fyri Landsrættin, sum nú hevur staðfest dómin í Føroya Rætti. Ákærdi maðurin í Pidda málinum heldur fast við, at hann veit einki um klæðini, sum lógu í hjallinum í húsunum, sum ákærdi leigaði á Nesi. Tað segði hann, tá verjin avhoyrdi ákærda í rættinum fyrrapartin. Ákærdi greiddi frá, at eitt kvøldið hoyrdi hann hjalshurðina bresta, og hann fór tí út í hjallin. Tað var myrkt, og hann kom undir posan við klæðunum, sum stóð í hjallinum. Blettir vóru á klæðunum, men ákærdi visti ikki at siga, um tað vóru blóðblettir. Helt at útleigarin átti posan Hann tók klæðini úr posanum og legði tey í aftur. Eisini tók hann ein kúlupenn úr jakkanum, sum lá í posanum, og tí var hansara DNA komið á pennin, segði ákærdi. Hann helt, at maðurin, sum hann leigar húsini frá, átti posan í hjallinum, tí ákærdi hevði fingið at vita frá útleigaranum, at hann skuldi ikki brúka hjállin. Verjin spurdi eisini um skógvarnar, sum eru funnir í húsunum á Nesi. Á skónum eru bæði blóð frá Pidda og DNA frá ákærda. Ákærdi greiddi frá, at skógvarnir vóru bara nýttir, tá hann sparkaði fótbólt, og teir vóru lagdir í viðførisrúmið í bilinum so hvørt, segði hann. Javnaðarflokkurin fær næstan avgjørdan meiriluta í býráðnum í Havn, er veljarakanningin, sum Gallup hevur gjørt fyri Norðlýsið, eftirfarandi. Sambært kanningini fær Javnaðarflokkurin seks fólk í býráðið, ella ein sess afturat. Hann tekur ein sess frá Fólkaflokkinum. Kanningin hjá Norðlýsinum gevur Tjóðveldi fýra býráðslimir, Fólkaflokkurin fær tveir og Sambandsflokkurin ein. Ongin av hinum flokkunum fær umboðan í býráðnum. Kanningin vísir, at nógvar atkvøður ganga leysar, tí heili 22 prosent av veljarunum í Havn vita ikki, hvar tey skulu seta krossin týsdagin. Øðrvísi úrslit Ein meiningakanning, sum Miðlahúsið gjørdi 2. november, vísti eitt sindur øðrvísi úrslit. Hon gav Javnaðarflokkinum fimm býráðslimir í Havn, Fólkaflokkinum tríggjar og Tjóðveldi fýra, men kanningin vísti eisini, at Tjóðveldi kann missa fjórða sessin til Javnaðarflokkin, sum so fær seks umboð. Og Sambandsflokkurin varðveitir sín sess, vísti kanningin. Heldur ikki í veljarakanningini hjá Miðlahúsinum fáa Framsókn, Sjálvstýrisflokkurin og Miðflokkurin umboðan í býráðnum í Havn eftir kommunuvalið. Tað, sum eina ferð er skrivað í einari telefon ella í einari teldu, verður verandi har. Hevur eitt nú politiið brúk fyri at vita, hvat er skrivað, finnur politiið tað, bara politiið hevur telefonina ella telduna. Sjón gongur fyri søgn, nú ákærdi maðurin í Piddamálinum varð avhoyrdur um sms boð og boð á Facebook um húsini á Gerðisvegi í Saltangará. Eftir at tað ikki eydnaðist at keypa eini onnur hús, gjørdist tað so umráðandi hjá ákærda at fáa teimum húsini á Gerðisvegi, sum Piddi búði í, at hann fór at lúgva fyri unnustu sínari. Sms og Facebook Hann sendi henni sms boð og skrivaði á Facebook um, at hann var í ferð við fáa handilin í lag. Hann hevði samband við advokatar og onkran, sum hann kallar boss og seinni big boss. Hetta byrjar hálvan oktober í fjør. Nakrar dagar frammanundan bjóðaði fyrrverandi kona Pidda honum 115.000 krónur fyri at keypa hann úr húsunum. Piddi svaraði ongantíð. Seinasta dagin í oktober sendir ákærdi unnustuni ein sáttmála, sum hann skal hava fingið og umsett til enskt á Google translate. Sambært hesum sáttmála skal Piddi út 1.november, og hann skal ikki koma Gerðisvegi 34 nærri enn 500 metrar. Politiið skal hjálpa við hesum. Kundi ikki umsetast Sum skilst var ætlanin, at unnustan skuldi halda, at sáttmálin var skrivaður á føroyskum og umsettur til enskt. Men eitt orð er á serbokrotatiskum. Sambært ákæruvaldinum er tað orðið skeivt stavað á serbokrotaiskum, og tí hevur Google translate ikki umsett tað. Sambært ákæruvaldinum hevur ákærdi sjálvur skrivað sáttmálan á sínum móðurmáli. Um kvøldið 1.november sendir unnustan honum eini sms boð og undrast á, at einki er broytt á Gerðisvegi, ljós er í húsunum og har var einki politi. Seinnapartin 3.november skrivar ákærdi, at hann ringir til hennara, tá hann hevur tosað við Pidda. Hetta vóru 12 tímar, áðrenn seinasta lívstekin er frá Pidda. Allar hesar upplýsingar hevur politiið millum annað úr tveimum telefonum hjá fyrrverandi konu Pidda, hóast onnur telefonin var skadd, helst hevði hon ligið í vatni. Skadda telefonin varð send til Niðurlond, har politiið hevur serliga útgerð til at kanna skaddar telefonir. Útgerð, sum danska politiið ikki hevur ráð at fáa sær. Um 12 dagar skal landskassin hava goldið góðar 70 milliónir krónur aftur til teir 11 partaeigararnar í pf. Vinnuni í Gøtu, sum fingu viðhald í Eystara Landsrætti í rættarmálinum, teir høvdu reist móti Taks, og sum Taks kærdi til landsrættin. Tað merkir, at landskassin skal rinda teimum aftur 54 milliónir krónur, sum teir uttan heimild eru kravdir eftir í skatti. Afturat tí skulu partaeigararnir hava rentu, umleið 15 milliónir krónur 0,7 prosent um mánaðin frá 1. juni 2009 at rokna. Harafturat skulu gjaldast tilsamans tríggjar milliónir krónur í sakarmálskostnaði. 72 milliónir krónur Sostatt misti landskassin meira við at kæra málið til landsrættin, tí afturat tí, sum Føroya Rættur dømdi, er renta løgd omaná. Partaeigararnir skulu sostatt hava umleið 72 milliónir krónur í endurgjaldi. Harafturat koma útreiðslurnar, sum Taks hevur brúkt til at føra sakina í rættinum. Eyðun Mørkøre, stjóri á Taks, hevur enn ikki tikið støðu til, um ein roynd verður gjørd at kæra málið fyri Hægstarætt. Freistin at koma við hesi avgerð er 14 dagar. Endaligu avgerðina tekur Taks ráðið, sigur Eyðun Mørkøre. Skip, sum fiska ólógliga, verða revsað við bót heldur enn at missa fiskiloyvi. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, upplýsir, at Fiskiveiðieftirlitið er í ferð við at viðgera spurninginum um, hvussu sektaruppskot kann reisast sum peningalig revsing, um skip fiska meiri enn egna kvotu ella egna hjáveiðu. Eisini hevur landsstýrismaðurin heitt á umsitingina um at fyrireika lógaruppskot, sum forðar fyri, at skipaeigarar sleppa undan revsing við at selja skipið Hetta fer at geva inntøkur til landskassan, samstundis sum fiskiskapurin ikki verður nervaður á sama hátt sum nú, tá skip missa fiskiloyvi, sigur landsstýrismaðurin. Alt bendir á, at tað verður eitt privat felag, sum skal byggja nýtt havrannsóknarskip. Í sambandi við fíggjarlógarviðgerðina ásannar landsstýrsimaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, at hann ikki fær undirtøku fyri at byggja nýtt havrannsókarskip.Tí fer hann nú at royna at fáa undirtøku fyri at lata eitt privat felag byggja skipið, sum landið síðani skal leiga frá felagnum. Hava forkeypsrætt Samstundis er ætlanin, at landið skal hava forkeypsrætt til skipið. Í svari til fíggjarnevndina staðfestir landsstýrismaðurin, at ongin játtan er til neyðugu umvælingarnar av verandi havrannsóknarskipi Magnusi Heinason. Tí verða umvælingarnar goldnar av vanligu rakstrarjáttanini og tað ger, at Magnus Heinason er minni í sigling, og eisini fer at gera færri kanningar í 2013, enn skipið annars hevði gjørt. Stig fyri stig hevur ákærin, Linda Hesselberg, í dag tægað sundur frágreiðingar, sum ákærdi maðurin higartil er komin við, bæði tá politifólk í ferðaliðnum hava avhoyrt hann, og tá hann er avhoyrdur í rættinum. Ákæruvaldið hevur millum annað upplýsingar frá telefeløgunum, nær ákærdi hevur tosað í telefon ella sent sms boð. Og júst onnur telefonin hjá Pidda, har DNA frá ákærda er funnið, varð viðgjørd í nevningatinginum seinnapartin. Politiið fann telefonina heima hjá ákærda tann 2.februar. Skrásett við Norðoyatunnilin Sambært einum yvirliti yvir tær sendimastrar, sum telefonin hevði samband við, var telefonin við Norðoyatunnilin tíðliga fyrrapartin tann 4.november, nakrar tímar eftir, at Piddi brúkti hana seinastu ferð um náttina. Telefonin hjá ákærda var eisini har. Og ákærdi hevur fyrr greitt frá, at hann var í Norðoyatunlinum tann fyrrapartin fyri at vita, um hann kundi fáa greiði á, hvat Skodabilurin, sum varð stolin um náttina, hevði gjørt í tunlinum. Á Nesi og Gerðisvegi Seinni sama fyrrapart var telefonin hjá Pidda knýtt at einari mastur, sum dekkar Nes, har sum ákærdi búði. Og trý korter seinni var telefonin við Gerðisveg. Tíggju minuttir seinni aftur á Nesi. Har verður hon sløkt klokkan ein minutt í ellivu fyrrapartin 4.november. Fimm dagar seinni, tann 9.november, verður telefonin tendrað aftur eina løtu, men síðani sløkt med alla. Ákærdi segði í gjár, at hann hevði nortið telefonina hjá Pidda. Tí hevur hann avgjørt víst aftur fyrr, og tað gjørdi hann so eisini í dag. Hann veit ikki, hví hansara DNA er á telefonini. Ein nýggj veljarakanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Norðlýsið, vísir, at Sjálvstýrisflokkurin fær stóra framgongd, og verður næststørsti flokkur í Klaksvíkar býráð. Sambært kanningini, sum Norðlýsið hevur almannakunngjørt, verður framgongdin hjá Sjálvstýrisflokkinum sjey prosentstig. Kanningin vísir eisini, at Fólkaflokkurin framvegis er nógv størsti flokkur í Klaksvík. 43,6 siga seg velja Fólkaflokkin. Tað eru 2,1 prosentstig fleiri enn á valinum í 2008. Samgongan styrkir støðuna Fólkaflokkurin og Sjálvstyrisflokkurin eru í samgongu, og báðir hava framgongd. Hinvegin hava allir andstøðuflokkarnir afturgongd. Framgongdin hjá Sjálvstýrisflokkinum hevur við sær, at flokkurin fær eitt umboð í býráðið aftrat, og sambært kanningini, so missir Tjóðveldi annað umboðið í býráðnum Sambært kanningini kann samgongan halda fram við sjey umboðum, meðan andstøðuflokkarnir fýra tilsamans fýra umboð. 6,5 prosent av veljarunum í Klaksvík eru spurd í kanningini. Leygardagin verður eitt føroysk íslendskt handilskamar stovnað. Eitt handilskamar er ein áhugafelagsskapur fyri fyritøkur, feløg, stovnar og persónar, sum hava áhuga fyri samhandli millum lond. Endamálið við handilskamarinum millum Føroyar og Ísland er at styrkja handilssambandið millum Føroyar og Ísland. Somuleiðis at gera eitt netverk millum fyritøkur, feløg, stovnar og persónar og eitt forum fyri sambandi við myndugleikarnar í londunum. Handilskamarið er eisini ein pallur, har kjakast verður um almennar spurningar av áhuga fyri tey luttakandi, flytur vitan millum lond og kann viðvirka til menning av týdningi fyri handilssambandið. Handilskamarið kann eisini skipa fyri fundum, verkstovum og ráðstevnum. Stovnandi aðalfundurin verður í Vinnuhúsinum leygardagin kl. 15. Tíðarætlanin í nevningatinginum, har ein maður er ákærdur fyri manndráp, heldur ikki. Seinnapartin var ætlanin, at verjin hjá manninum, sum er ákærdur fyri at hava dripið og burturbeint Dánjal Petur Hansen, skuldi spyrja ákærda, men ákæruvaldið hevur framvegis so nógv at spyrja ákærda um, at verjin sleppur ikki framat fyrr enn í morgin. Útseta vitni Tað hevur við sær, at vitni, sum eftir ætlan skuldu avhoyrast í morgin, serliga í tí partinum av málinum, sum snýr seg um skjalafalsan og stuldur, verða ikki avhoyrd fyrr enn mánadagin 19. november. Seinnapartin hevur Linda Hesselberg, ákæri, tráspurt tann ákærda um ymist, tí samsvar er ikki millum tað, ákærdi áður hevur greitt løgregluni og ferðaliðnum hjá donsku løgregluni frá, og tað, hann hevur sagt í nevningatinginum. Rættarfundurin í dag endaði stutt eftir klokkan trý, og hann verður tikin uppaftur í morgin klokkan hálvgum tíggju. Uppskotið til løgtingslóg um at varðveita mentanarsøgulig skip er tikið aftur. Men sambært Bjørn Kalsø, landsstýrismanni við mentamálum, kemur uppskotið aftur í løgtingið fyrsta dagin. Eitt mentanarsøguligt skip er eitt skip, ið hevur mentanarsøguligan týdning fyri Føroyar. Tí er tað vert at varðveita. Uppskotið varð tikið aftur, tí Løgtingsskrivstovan gjørdi vart við, at ein grein í uppskotinum um møguliga at ognartaka skip er soleiðis orðað, at hon ger seg inn á ognarrættin. Var ikki ætlanin Uppskotið fevnir um, at fólk og feløg, ið eiga varðveitingarverd skip, kunnu fáa eina samsýning frá landinum fyri at halda hesi skip. Men í teimum førum, at myndugleikarnir ikki halda, at viðkomandi persónur ella felag røkir sínar skyldur og misrøkir skipið, skal tað almenna hava møguleika at ognartaka farið. Talan er um grein 4, stk 2. Har stendur, at Um skip, ið hevur átekning, verður misrøkt, ella ætlanin er at avhenda tað av landinum, kann landsstýrismaður gera tiltak til at ogna hinum almenna tað. Í tílíkum føri kann veittur stuðul verða mótroknaður. Sambært Bjørn Kalsø var tað ongantíð ætlanin at gera seg inn á ognarrættin hjá fólki, og tí er uppskotið tikið aftur. Tá nevnda greinin er strikað, verður málið verður lagt fram aftur. Nú útbyggingin av Trygdarmiðstøðini í Klaksví k er liðug, hevur landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, gjørt av, at Trygdarmiðstøðin og Klaksvíkar Sjómansskúli, sum húsast í nýggju hølunum, fáa felags heitið Sjónám. Í 2008 fór Fiskimálaráðið undir at byggja nýggja Trygdarmiðstøð í Klaksvík. Mentamálaráðið hevur, meðan bygt hevur verið, fingið ábyrgdina av Trygdarmiðstøðini. Í tí sambandi varð gjørt av at leggja virksemið hjá Klaksvíkar Sjómansskúla í sama bygning, fyri at savna útbúgvingarumhvørvið til sjóvinnuna, sum er í Klaksvík. Kostar 29 milliónir krónur Samlaða íløgan er 29,2 milliónir krónur Í bygninginum eru tríggjar smærri og trígjar størri skúlastovur umframt venjingarhylur, ið er góðar 10 metrar breiður og 4 metrar djúpur. Á Sjónámi ganga í løtuni ein sjóvinnuflokkur og ein skiparaflokkur. Harumframt verða lógarkravd skeið fyri sjófólk í fiskivinnuni og frálandavinnuni hildin á Sjónámi. Seinnapartin í morgin verður høvi hjá almenninginum at síggja nýggja bygningin hjá Sjónámi, og venjingarhylurin verður eisini royndur. Nýggi bátahylurin á Toftanesi í Leirvík er liðugur, og seinnapartin í morgin verður skipað fyri hátíðarhaldi, tá byggifelagið J amp K Petersen avhendar Eysturkommunu bátahylin. Pláss er fyri 70 80 bátum við flotbrúgvarnar, og eisini er atløgupláss til aðrar bátar. Tá farið varð undir ætlanina um nýggja bátahylin, varð dentur eisini lagdur á, at økið skuldi gerast vakurt og hugnaligt . Eitt nú eru atløgubryggjurnar gjørdar úr azob eacute træ, sum er komið úr Afrika, og laðað er fram við hylinum. Í sunnara horni er fjørutrappu, sum er laðað ur føroyskum gróti. Felagshøli Vestarumegin verða neyst bygd, og samstundis ger kommunan felagshøli við wc og brúsu, sum serliga er ætlað báta og ferðafólki. Bátahylurin og flotbrúgvarnar kosta tilsamans 14 milliónir krónur Eysturkommuna hevur sett pening av at fríðka og listaprýða øki, sum eftir ætlan verður liðugt í vár. Selmar Nielsen Arkitektur hevur teknað. LBF gjørdi verkætlanina, og hevur eisini havt eftirlit við byggingini Ákærdi maðurin í Piddamálinum tók í nevningatinginum fyrrapartin uppaftur, at hann hevur ikki dripið Dánjal Petur Hansen, sum hann er ákærdur fyri. Ákærin, Linda Hesselberg, nýtti høvi at spyrja spurningin, tí ákærdi beint frammanundan hevði svarað, at hann hevði logið um, at hann hevði samband við advokatar og onnur at hjálpa sær keypa húsini á Gerðisvegi í Runavík, sum Piddi búði í. Ákærin spurdi, um tann ákærdi eisini hevði logið, tá hann hevði svarað, at hann hevur ikki dripið Pidda. Men ákærdi tók uppaftur, at hann hevur ikki dripið Dánjal Petur Hansen. Ætlaði at keypa konuna út Ákærdi og unnusta hansara, fyrrverandi kona Pidda, ætlaðu at keypa eini húsi á Mýrivegi í Runavík í september í fjør, men tað eydnaðist ikki. Hóast Piddi og konan vórðu skild, varð búgvið ikki gjørt upp, og Piddi bjóðaði fyrrverandi konu síni 115.000 krónur fyri at keypa hana út. Men hon tók ikki av. Seinni bjóðaði fyrrverandi konan Pidda somu upphædd fyri at keypa hann út úr húsunum, men svar kom ongantíð. Samstundis skrivaði ákærdi á Facebook og sms til unnustu sína, at hann saman við advokatum og øðrum arbeiddi við at keypa húsini á Gerðisvegi. Alt var lygn Men ákærdi viðgekk í rættinum fyrrapartin, at alt hann hevði skrivað á Facebook og sms um húsakeypið, var lygn. Hann hevði gjørt tað fyri at ugga unnustuna, tí tey høvdu skeldast illa, segði hann í rættinum. Linda Hesselberg, ákæri, sigur, at hon ætlar at vera liðug at avhoyra ákærda á middegi. Seinnapartin fer verjin, Anfinn V. Hansen, at spyrja ákærda. Í allan dag verður 33 ára gamli maðurin, sum er ákærdur fyri at hava dripið Dánjal Petur Hansen, avhoyrdur í nevningatinginum í Føroya rætti. Ákærin, Linde Hesselberg, heldur fram við sínari avhoyring. Tá hon er liðug, sleppur verjin, Annfinn V. Hansen, at spyrja ákærda. Nevningarnir kunnu eisini seta honum spurningar, vilja teir tað. Í morgin er so ætlanin at avhoyra fyrstu vitnini av teimum 64, sum hava fingið boð um at koma í nevningatingið. Avhoyrd um skjalafalsan og stuldur Fyrst verða vitnini avhoyrd, sum eru boðsend í sambandi við ákærurnar um skjalafalsan, stuldur, svik, teldusvik og royndir at stjala og fremja teldusvik. Maðurin, sum er ákærdur fyri manndráp, er eisini ákærdur fyri at tikið knappliga 70.000 krónur frá einum eldri manni á Toftum við at brúka tvey visakort hjá honum. Hetta skal vera hent í august, september og oktober í fjør. Ákærdi noktar seg eisini sekan í hesum seks ákærunum. Mánadagin byrja so vitnisavhoyringarnar um drápsmálið. Millum annað verður vinkonan hjá ákærda, fyrrverandi konan hjá Dánjali Peturi Hansen, avhoyrd. Arbeiðið at byggja sambýli í Havn til fólk við sálarsjúku verður boðið út í næstum. Almannamálaráðið hevur saman við Heilsumálaráðnum júst góðkent eina heildarætlan fyri økið, har sambýlið skal byggjast. Bygdar verða smáar íbúðareindir við uppihaldsrúmi, sovikamari og vesi. Afturat verður felagsøki. Arbeiðið byrjar í ár Miðað verður ímóti at byggja upp til 16 íbúðir, sum verða staðsettar við Eystan Heyg í Havn Í næstum verður arbeiðið boðið út. Roknað verður við, at spakin verður settur í desember í ár, og byggiarbeiðið verður mett at taka eitt ár. Løgtingið hevur sett 16,3 milliónir krónur av til endamálið. Rækjustovnurin í Grønlandi minkar. Lívfrøðingar á Náttúrustovninum siga í nýggjasta tilmælinum, at tað í mesta lagi mugu fiskast 80.000 tons av rækju í Vesturgrønlandi næsta ár. Í ár mælti stovnurin til 90.000 tons, skrivar grønlendska kringvarpið, KNR. Stovnurin minkaður síðani 2003 Rækjustovnurin undir Grønlandi er støðugt minkaður síðan 2003. Lívfrøðingar siga, at tilgongdin av smáari rækju er metlág, og tað ávirkar eisini stovnin, er at toskurin etur so nógvar rækju. Við Eysturgrønland er tilmælið hjá lívfrøðingunum tað sama sum í ár nevniliga 12.400 tons. Føroyar skulu skipast í sjey kommunur. Tað halda 35 prosent av veljarunum, sambært eini kanning, sum Gallup Føroyar hevur gjørt fyri Sosialin. Undirtøkan er serliga týðilig millum fólk í Suðuroynni og millum veljarar hjá Sjálvstýrisflokkinum. 41 prosent av spurdu suðuroyingunum og 50 prosent av veljarurnum hjá Sjálvstýrisflokkinum taka undir við, at kommurnar verða sjey. Annars er rættiliga breið semja bæði kring landið og í øllum politiskum flokkum um at skipa Føroyar í sjey kommunur. Bara átta prosent av teimum spurdu halda, at vit eiga at varðveita verandi skipan við 30 kommunum. Tá Dómhúsið í Havn varð umbygt, vórðu hølini, sum nú verða brúkt til nevningatingið um Piddamálið, innrættað soleiðis, at tey kunnu brúkast til at hava nevningating í. Tað sigur Henrik Møller, sorinskrivari. Í júst hesum nevningatinginum, sum nú er, eru serligar umstøður, tí 12 stólar eru lagdir av til avvarðandi umframt stólar til onnur, sum koma at lurta. Tí er óvanliga trongt í rættarsalinum. Henrik Møller heldur tó ikki, at umstøðurnar eru óforsvarligar. Nýggja luftskiftisskipanin riggar væl, og steðgir eru javnan allan dagin. At hildið varð á í gjár heilt til klokkan hálvgum seks var eitt eindømi fyri at sleppa undan at kvetta eina avhoyring av. Tað var gjørt í samráði við nevningarnar, sum hildu seg til at sita so leingi, segði Henrik Møller, sum er rættarformaður í nevningatinginum, í gjár, tá avgjørt varð at halda fram í staðin fyri at útseta tað, sum var eftir av avhoyringini, til í dag. Annars er ætlanin at gevast klokkan trý hálvgum fýra seinnapart, sigur Henrik Møller. Nevningarnir fáa løn Teir 14 nevningarnir skulu vera í Dómhúsinum at kalla hvønn yrkadag í minst tríggjar vikur. Tað merkir, at tey sleppa ikki til arbeiðis allar hesar dagarnar. Men tey missa ikki inntøku fyri tað. Í Føroyum fáa nevningar 600 krónur fyri dagin. Fólk, sum eru mánaðarlønt, fáa vanliga sína mánaðarløn frá arbeiðsgevaranum. Um ikki, fáa tey lønina frá dómsvaldinum. Tímalønt fáa munin millum tær 600 krónur og lønina, tey annars høvdu fingið dagarnar, tey ikki sleppa til arbeiðis. Meginreglan er, at nevningar skulu ikki hava útreiðslur av at vera nevningur. Fólk, sum verða biðin um at vera nevningar, kunnu ikki bera seg undan, uttan so tey eru sjúk. Tey sleppa eisini undan, eru tey ógegnig at døma í málinum. Ein grundlisti við fólki, sum kunnu vera nevningar, verður gjørdur fyri hvørja sýslu fyri hvørt valskeið hjá løgtinginum. Hvørja ferð, nevningating er, og tað er ikki ofta í Føroyum, er lutakast millum tey, sum eru á grundlistanum. Stór ábyrgd Tað er stór ábyrgd at vera nevningur, tí nevningarnir avgera, um fólk, sum til dømis eru ákærd fyri manndráp, eru sek ella ikki. Og tann avgerðin er endalig, hon kann ikki kærast. Siga í minsta lagi átta av teimum tólv nevningunum, at ákærdi er sekur, er hann sekur. 14 nevningar eru, tí tveir eru til at taka, skuldi onkur av hinum 12 fingið forfall, meðan nevningatingið varar. Tá ákærd fólk kunnu fáa í minsta lagi fýra ára fongsulsrevsing, verður nevningating sett. Nevningatingið um Piddamálið heldur fram í morgin ári. Tá verður ákærdi maðurin aftur avhoyrdur. Ítróttarhøllin á Sandi er liðug, og leygardagin verður skipað fyri hátíðarhaldi, tá nýbygningurin formliga verður latin sandoyingum. Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, fer vegna byggiánaran, Mentamálaráðið, alment at lata sandoyingum høllina, sum Gerhard Lognberg, formaður í Sandoyar Skúlasambandi tekur ímóti. 27 milliónir krónur Høllin kostar 27 milliónir krónur, og landið hevur borið allan kostnaðin av byggingini. Hon stendur á økinum við Meginskúlan og fótbóltsvøllin á Sandi. Selmar Nielsen Arkitektar teknaðu høllina, og sp f TG verk hevur gjørt byggiarbeiðið. Landsverk hevur verið byggiharri. Hátíðarhaldið leygardagin byrjar á middegi, tá høllin letur upp fyri almenninginum, og hornorkestur og ítróttafólk ganga skrúðgongu inn í høllina. Klokkan 12.30 verður høllin latin sandoyingum, og røður verða hildnar. Nógv onnur tiltøk eru á skránni undir hátíðarhaldinum, sum endar klokkan 18. Pál kom á mál við tíðini 14.44.83, sum tryggjaði honum silvurheiðursmerkið. Amerikanski Michael Klueh vann kappingina við tíðini 14.38.64, meðan japanski Aiatsugu Hirai bleiv nummar trý við tíðini 14.45.60. World Cup finalan í 1500 metra frí í Tokyo kann síggjast her Samgonguflokkarnir í Klaksvíkar býráð fáa álitisvátan frá veljarunum á býráðsvalinum týsdagin, og andstøðuflokkarnir hava allir afturgongd. Tað vísir ein veljarakanning, sum Gallup Føroyar hevur gjørt fyri Sosialin. Sambært kanningini varðveita allir flokkar í Klaksvíkar býráð sína umboðan. Kanningin hevur Fólkaflokkinum 43,7 prosent av atkvøðunum, er 2,2 prosenstig fleiri enn á seinasta býráðsvali. Fólkaflokkurin fær aftur hesaferð fimm sessir. Sjálvstýrisflokkurin fær 13,2 prosent av atkvøðunum, er 3,3 prosentstig fleiri enn seinast, og hann varðveitir sín býráðssess. Andstøðan afturgongd Allir flokkarnir í andstøðu hava afturgongd. Størstu afturgongdina hevur Javnaðarflokkurin, sum stendur at missa 1,7 prosentstig, úr 17,7 niður 15,1 prosent. Javnaðarflokkurin hevur tveir býráðssessir, og sambært kanningini varðveitir hann sína umboðan eftir valið. Afturgongdin hjá Sambandsflokkinum er 1,7 prosentstig, niður í 9,5 prosent, men Sambandsflokkurin varðveitir sín býráðssess. Tjóðveldi stendur sambært kanningini til at missa 1,2 prosentstig samanborið við býráðsvalið fyri fýra arum síðani. Hann fær 18,2 prosent av atkvøðunum, og varðveitir báðar sínar sessir. Landskassin skal rinda teimum 11 partaeigarunum í Pf. Vinnuni í Gøtu góðar 50 milliónir krónur aftur, sum teir hava goldið í skatti. Eisini skal landskassin rinda sakarmálskostnað og rentu. Eystari landsrættur kunngjørdi í morgun dóm í stóru skattatrætuni millum Taks og eigararnar í pf. Vinnuni Landsrætturin dømir harafturat Taks at rinda teimum 11 partaeigarunum eina millión krónur í part í sakarmálskostnaði, og so skal Taks eisini rinda 0,7 prosent í rentu av upphæddini um mánaðin frá 1. juni at rokna. Pengarnir skulu verða goldnir innan 14 dagar, sigur dómsúrskurðurin. Sølan var skattafrí Eystari Landsrættur staðfestir í sínum úrskurði, at eingin ivi er um, at teir 11 eigararnir høvdu átt partabrøvini í so mikið langa tíð, at sølan av teimum var skattafrí. Landsrætturin staðfestir eisini, at tá felagið keypti egin partabrøv frá eigarunum í 2003, var talan um at selja partabrøv, og ikki um vinningsbýti, og hetta var tí skattafrítt. Eisini tá partabrøvini vórðu seld til eitt holdingfelag, var talan um sølu, staðfestir landsrætturin, sum sostatt ikki tók atlit at grundgevingunum hjá Taks, sum royndi at prógva, at talan var um fjalt vinningsbýti. Í úrskurðinum verður sagt Sølan av partabrøvunum í p f Vinnan til pf 30 09 2005 var skattafrí og kann ikki metast sum vinningsbýti. Hetta óansæð um endamálið við søluni av partabrøvum var at hála skattafríar pengar úr felagnum. Tað at feløgini vórðu fusjónerað fáar mánaðar seinni hevur ongan týdning í hesum sambandi . Kanska í Hægstarætt Taks hevur nú møguleika at søkja um at fáa málið viðgjørt í Hægstarætti. Men enn er eingin avgerð tikin um hetta. Eyðun Mørkøre, stjóri í Taks, hevði ikki sæð dómin, tá útvarpið tosaði við hann fyrrapartin. Hann harmast um ikki at hava fingið viðhald í Eystara Landsrætti, men vil síggja dómin, áðrenn støða verður tikin, um dómurin skal kærast til Hægstarætt. Tað byrjar tann 8.november sum eitt heilt vanligt mál um eitt horvið fólk. Men fimm dagar seinni, tann 13.november í fjør, gerst Piddamálið eitt kriminalmál. Eitt sera óvanligt kriminalmál, tí ein maður er ákærdur fyri dráp, hóast einki lík er funnið. Klokkan 12 minuttir yvir trý fríggjanáttina 4.november í fjør ringir Dánjal Petur Hansen til ein kenning. Telefonsamrøðan endar klokkan ein minutt yvir hálvgum fýra. Tað er tað seinasta, politiið veit at siga um Dánjal Petur Hansen á lívi. Seinast, nakar sá hann á lívi, sum politiið veit um, var klokkan átta um kvøldið. Tá fór ein vinmaður hansara úr húsunum á Gerðisvegi. Tað er ikki staðfest, at 43 ára gamli vinnulívsmaðurin í Saltangará er deyður. Horvin í fleiri dagar Nakrar dagar seinni, klokkan fýra minuttir yvir hálvgum tvey týsdagin 8.november, ringir ein mammubeiggi Dánjal Petur Hansen til politiið og sigur, at Dánjal Petur Hansen hevur verið horvin síðani 4.november. Dagin fyri, tann 7.novmber, skuldi Dánjal Petur Hansen koma í varðhaldið at sita ein dóm. Politiið viðger málið sum øll mál um fólk, sum eru saknað, og tey eru ikki so fá. Staðfest verður, at Dánjal Petur Hansen er ikki farin av landinum. Týskvøldið 8.november verður Dánjal Petur Hansen eftirlýstur í Útvarpinum. Dagin eftir, 9.november, er politiið inni á gólvinum á Gerðisvegi, har sum Dánjal Petur Hansen búði. Politiið finnur pengamappuna, visakort og koyrikort, men ikki passið. Konturnar hjá Dánjali Peturi Hansen verða kannaðar. Har er einki hent síðani seinnapartin 3.november. Leiting sett í verk 9.november verður so ein skipað leiting eftir Dánjali Peturi Hansen sett í verk. Fartelefonin hjá honum verður tendrað seinnapartin hendan dagin, men sløkt aftur med alla sama dag. Politiið frættir frá 300 fólkum um Dánjal Petur Hansen eftir at hann er eftirlýstur. 11.november sær politiið okkurt sum líkist blóði á myndini av einum beriposa, sum stóð í kjallaranum á Gerðisvegi. 12.november smellur maðurin, sum nú er ákærdur fyri at hava dripið Dánjal Petur Hansen, um á arbeiðsplássi sínum og verður koyrdur á Landssjúkrahúsið. Um kvøldið avhoyrir politiið vinkonuna hjá honum, hon er fyrrverandi kona Dánjal Petur Hansen, og fær tá illgruna um, at Dánjal Petur Hansen hevur verið fyri einari brotsgerð. Maður tikin Seint um leygarkvøldið 12.november er fundur á Politistøðini í Havn. Dagin eftir fær kriminalpolitiið Piddamálið. Nú er ikki longur talan um eitt mál um eitt horvið fólk. Sunnukvøldið 13.november avhoyrir politiið fyri fyrstu ferð mannin, sum nakrar dagar seinni varð tikin og skuldsettur fyri at hava dripið Dánjal Petur Hansen. Illgrunin verður styrktur, tí hansara frágreiðing er ikki tann sama sum tann hjá vinkonu hansara. 14.november tekur poltiið Skoda bilin, sum maðurin, sum nú er undir illgruna, brúkti. Dagin eftir verður mamma Dánjal Petur Hansen avhoyrd. Týsdagin á middegi ringir Landssjúkrahúsið til politiið og boðar frá, at nú skal maðurin útskrivast. Hann verður avhoyrdur og tann avhoyringin ger, at maðurin klokkan seks týskvøldið tann 15.november verður handtikin og skuldsettur fyri manndráp. Noktar seg sekan Kvøldið eftir er grundlógaravhoyring í Føroya rætti. Skuldsetti maðurin noktar seg sekan, men verður varðhaldsfongslaður. Og síðani hevur hann verið í varðhaldinum. Dagin fyri, 15.november, sendir politiið boð eftir teknikarum hjá Ríkispolitinum. Klokkan hálvgum sjey um kvøldið verða húsini á Gerðisvegi avbyrgd, so bara politiið sleppur inn. 16.november byrja kanningarnar í húsunum. Og kanningarnar geva nógvar ábendingar um, hvat er hent í sovikamarinum hjá Dánjali Peturi Hansen. Og at roynt hevur verið at vaska blóðið burtur. Húsini, sum skuldsetti maðurin leigar á Nesvegi á Nesi, verður eisini kannað, og har eins og í Skoda bilinum, finnur politiið nógv, sum verður brúkt móti skuldsetta manninum fyri at fáa hann dømdan. Tann 19.november verður heimið hjá fyrrverandi konu Dánjal Petur Hansen kannað, men har verður einki funnið. Eystari landsrættur hevur í morgun staðfest dómin í Føroya Rætti í sakarmálinum millum Taks og partafelagið Vinnuna í Gøtu. Landsrætturin hevur dømt Taks at rinda tær góðar 50 milliónirnar, sum Vinnan hevur goldið í skatti, aftur. Við rentum og sakarmálskostnaði skal landskassin rinda umleið 60 milliónir krónur. Meira verður at frætta um málið í tíðindunum á middegi. Felagið Faroe Cod Farm, sum hevði ætlanir um at ala tosk í Hvalba, er farið á húsagang, uttan at virksemið av álvara er byrjað. Felagið er lýst á tvingsilssølu, og skiftafundur verður 15. november. Skuldin í felagnum er 7,6 miljónir krónur Ein norskur fíggingarstovnur eigur meginpartin av skuldini, 4,5 miljónir krónur Einki virksemi er í Faroe Cod Farm. Felagið eigur tvey alikør og ein bil. Ognirnar verða uttan iva seldar á tuingsilssølu, sigur advokaturin, sum fyribils umsitur búgvið. Teistin fer aftur í sigling um Skopunarfjørð í hesi vikuni. Tað upplýsir stjórin á MEST, Mouritz Mohr, við Dag amp Viku. Upprunaliga var ætlanin, at Teistin skuldi vera klárur at seta í sigling aftur 22. oktober, men skammlop í el motorinum til bógskrúvuna seinkaði arbeiðinum munandi. Nýggir generatorar Seks nýggj generatorsett eru sett í Teistan, og alt elektriska kervið, sum hevur við framdriftina at gera, er skift. Klassin hevur kannað nýggju skipanirnar, og neyðugt hevur verið við onkrum smærri tillagingum. Tær seinastu royndirnar verða gjørdar í hesum døgum. Fimm generatorsett dríva skipið. Harafturat er eitt havna generatorsett, soleiðis tað slepst undan at taka streym av landi um náttina. Ikki í vetrarsigling Strandferðslan sigur á heimasíðuni, at Teistin fer ikki í vetrarsigling, men heldur fram at sigla eftir summarferðaætlanini. Hetta verður gjørt í samráð við Vinnumálaráðið. Tað merkir, at túrarnir klokkan 20.15 av Skopun og klokkan 21 av Gomlurætt verða sigldir alt árið. Smápartafelagið 5. februar í 2008, sum hevur rikið gistingarhúsið við Á í Øravík, er kravt á tvingsilssølu. Tað er Skráseting Føroya, sum hevur biðið um tvingsilssøluna. Einki virksemi hevur verið í gistingarhúsinum, síðani ein ungur maður tíðliga í summar setti eld á gistingarhúsið. Eigarin arbeiðir við at reisa endurgjaldskrav ímóti manninum, sum setti eld á gistingarhúsið. Verður maðurin dømdur at rinda endugjald, fylgir endurgjaldið við í keypinum, sigur fyribils bústjórin. Sambært fyribils bústjóranum, er skuldin ov stór, at gistingarhúsið kann bera seg, og tí verða bygningarnir helst seldir, sum teir standa. Skiftifundur um gistingarhúsið í Øravík verður 29. november. Ákærdi maðurin í Pidda málinum vísti í nevningatinginum fyri løtu síðani aftur, at hann skal hava dripið og burturbeint Dánjal Petur Hansen náttina tann 4. november í fjør, soleiðis sum ákæruvaldið vil vera við. Ákærdi greiddi í rættinum frá, at hann hevði verið til arbeiðis til á midnátt, og at hann síðani fór heim til unnustuna, fyrrverandi konu Pidda. Ein dóttir unnustuna skuldi taka koyrikort, og hann fór tí út at læra hana at koyra. Tey vóru aftur við hús hjá unnustuni um tvey tíðina um náttina. Fór at elta Skoda bilin Hann vaknaði, tá hann hoyrdi onkran starta Skoda bilin hjá unnustuni, sum stóð uttanfyri, tí lykilin stóð í bilinum. Ákærdi fór í Ford Mondeo bilin, sum hann sjálvur eigur, og elti Skoda bilin, ið koyrdi til Norðoyatunnilin. Ákærdi segði, at trý fólk vóru í Skoda bilinum, men hann dugdi ikki at siga, hvørji tey vóru. Hann koyrdi ikki sjálvur inn í tunnilin. Tá Skoda bilurin kom útaftur úr tunlinum, sá ákærdi bert tvey fólk í bilinum. Hann fór aftur at elta bilin og sá, at eitt fólk fór úr bilinum á leiðini við Skipanes. Síðani koyrdi bilførarin, sum tá var einsamallur í Skoda bilinum, út á Toftir, har hann vendi, og haðani aftur til bústaðin hjá unnustuni. Ákærdi segði, at hann dugdi ikki at síggja nakað blóð í bilinum, og morgunin eftir koyrdi hann tvey børn hjá unnustuni í skúla við Skoda bilinum. Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum. Tað verður helst eingin politiskur valfundur í Atlantis Bio í Klaksvík upp undir býráðsvalið, sum ætlanin annars var. Hóast formenninir í øllum flokkunum, sum stilla upp til býráðsvalið í Klaksvík, høvdu fingið boð um ætlanina at skipa fyri politiskum fundum í Atlantis Bio í kvøld og í annaðkvøld, so hevði eingin av flokkunum tikið av tilboðnum, tá freistin var úti klokkan sjey í gjárkvøldið. Men á miðnátt í gjárkvøldið høvdu tveir flokkar boðað frá luttøku. Tað sigur Johnny Olsen, annar av leiðarunum í Atlantis Bio, sum ætlaði at skipa fyri fundunum. Báðir fundirnir skuldu sendast í lokalútvarpi og sjónvarpast gjøgnum Norðlýsið. Allir fingu boð Johnny Olsen sigur, at hann tryggjaði sær, at allir floksformenninir fingu boðini, og at flokkarnir síðani skuldu velja síni umboð til fundin. AElig tlanin var, at fundurin í kvøld skuldi vera fyri nýggj valevni, og at flokkarnir sjálvir skuldu gera av, hvørji tvey umboð skuldu umboða flokkin. Men fundurin í kvøld er avlýstur, tí tá freistin at boða frá luttøku var úti klokkan sjey í gjárkvøldið, hevði eingin flokkur boðið seg fram, sigur Johnny Olsen. Á midnátt í gjárkvøldið, fleiri tímar eftir at freistin var farin, høvdu kortini Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin sagt seg vilja vera við. Vilja kortini vera við Í fráboðanum í dag siga kortini fleiri av flokkunum, at teir framvegis vilja vera við, um valfundur verður. Talan er um Sjálvstýrisflokkin, Fólkaflokkin, Javnaðarflokkin og Tjóðveldi. Á fundinum í annaðkvøld skuldu flokkarnir sjálvir gera av, hvørji tvey umboð skuldu umboða flokkin. Báðir fundirnir skuldu byrja við framløgu, og síðani skuldi kjak verða um ymsu málini. Fyri at vera við, skuldu flokkarnir rinda 3.000 krónurí part fyri bæði kvøldini. Johnny Olsen, sigur, at hann veit ikki, um nakar veljarafundur nú verður í Atlantis Bio. 33 ára gamli maðurin, sum er ákærdur fyri at hava dripið og beint fyri Dánjali Peturi Hansen, er eisini ákærdur fyri onnur brot á revsilógina, millum annað at hava stolið slakar 70.000 krónur við at hava brúkt Visa kort hjá øðrum. Fyrrapartin varð maðurin avhoyrdur um hesar ákærurnar, men hann noktar seg sekan. Fleiri ákærur Sambært ákæruritinum hevur hann millum annað framt skjalafalsan, stuldur, svik og teldusvik, men hann noktar seg sekan í øllum ákærum. Tann ákærdi segði í rættinum, at hann í onkrum føri hevði fingið loyvi at nýta Visa kort hjá øðrum. Steðgur er í rættarfundinum í løtuni, og tá hann verður tikin uppaftur, verður tann ákærdi avhoyrdur í ákærunum um manndráp. Hann verður avhoyrdur um hetta, tað sum eftir er av degnum. Í morgin verður eingin rættarfundur, men hósdagin verður tann ákærdi aftur avhoyrdur í ákærunum um manndráp. Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum. Tað var stríðið um húsini á Gerðisvegi í Saltangará, sum endaði við álopinum á Dánjal Petur Hansen í húsunum tann 4.november í fjør. Tað er niðurstøðan hjá ákæruvaldinum. Dánjal Petur Hansen og kona hansara blivu skild við dómi í oktober í 2010. Hon var tinglýstur eigari og vildi selja húsini á Gerðisvegi, men Dánjal Petur vildi ikki selja. 16.september í fjør byrjar tað, sum sambært ákæruvaldinum endaði við drápinum. Tá vil Dánjal Petur Hansen keypa fyrrverandi konu sína út úr húsunum fyri 115.000 krónur Nakrar dagar seinni svarar hon nei. 11.oktober gevur hon Dánjali Peturi júst sama tilboð, hon vil keypa hann út fyri 115.000 krónur Hann svarar ikki. 2.november rykkir sakførarin hjá Dánjali Peturi hann eftir svari. Hann svarar ikki. Tveir dagar seinni verður hann, sambært ákæruvaldinum, fyribeindur, tí hann vildi ikki fara úr húsunum á Gerðisvegi. Ákærdi maðurin og fyrrverandi konan hjá Dánjali Peturi Hansen royndu at keypa eini onnur hús í Runavík, men tað lukkaðist ikki. Føddur í Kroatia Ákærdi maðurin er føddur í Split í Kroatia í 1979. Sambært tí, sum ákærin upplýsti í nevningatinginum í gjár, hevði hann ein góðan barndóm. Hann hevur gjørt hertænastu, men ikki verið í kríggi. Maðurin er mekanikari. Í 2007 kemur hann til Føroya, tí systir hansara og maður hennara eru her. Hann er ógiftur og barnleysur. Í mars 2008 fær hann arbeiðsloyvi og fær arbeiði sum maskinførari hjá J amp K Petersen. Í oktober í 2009 fær hann arbeiði á Bakkafrosti. Síðst í mai í fjør rennur saman millum hann og fyrrverandi konuna hjá Dánjali Peturi Hansen. Tað var eftir at hava avhoyrt konuna tann 12.november í fjør, at politiið fekk illgruna um, at ein brotsgerð var hend. Dagin eftir, 13.november, fær kriminalpolitiið Piddamálið, sum fram til tá var eitt mál um eitt saknað fólk sum so nógv onnur slík mál. Lagdur inn á Landssjúkrahúsið Um kvøldið verður kroatin avhoyrdur fyrstu ferð, á Landssjúkrahúsinum, har hann varð innlagdur dagin fyri, tí hann small um á arbeiðsplássi sínum, Bakkafrosti. Tann avhoyringin styrkti illgrunan hjá politinum. Politiið tryggjaði sær, at maðurin ikki fór av sjúkrahúsinum, uttan at politiið fekk tað at vita. Á middegi 15.november boðar Landssjúkrahúsið frá, at maðurin skal útskrivast. Klokkan seks um kvøldið verður maðurin handtikin og skuldsettur fyri at hava dripið Dánjal Petur Hansen. Sambært mentalkanningini er ákærdi maðurin ikki sinnissjúkur, og var tað heldur ikki, tá hann skal hava beint fyri Dánjali Peturi Hansen. Hann er, sum tað stendur í niðurstøðuni normalt begavet. Nevningatingið heldur fram klokkan eitt korter til tíggju. Tá skal ákærdi maðurin avhoyrast. Fýra vilja vera prestur í Norðoya eystara prestagjaldi. Freistin at søkja embætið var úti í gjár. Kallið sum sóknarprestur í Norðoya eystara prestagjaldi hevur í eitt ár verið røkt av grannaprestunum í Klaksvík og Kirsten Donskov Felter, ið var sóknarprestur frá hálvum mars til í ár. Kunngjørt í desember Hálvan desember verður kunngjørt, hvør nýggi presturin á Viðareiði verður. Presturin tekur við kallinum og flytur í prestagarðin í Ónagerði á Viðareiði 1. februar næsta ár. Næstu tveir mánaðirnar røkir Niels Pauli Danielsen kallið sum sóknarprestur í Norðoya eystara prestagjaldi. Alifyitøkan Bakkafrost hevði eitt væl lakari úrslit triðja ársfjórðing í ár samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Úrslitið eftir skatt triðja ársfjórðing í ár var 25,8 milliónir krónur samanborið við 158,9 milliónir krónur sama tíðarskeið í fjør. Tað staðfestir alifyritøkan í tíðindaskrivi. Laksaprísurin fallin Sosatt er úrslitið hjá Bakkafrosti eftir skatt fyrstu níggju mánaðirnar í ár 133,2 milliónir krónur samanborið við 236,7 milliónir krónur sama tíðarskeið í fjør. Hetta er ein munandi afturgongd, ásannar Bakkafrost, og orsøkin er, at laksaprísurin er fallin. Kortini letur alifyritøkan væl at Sum heild eru vit væl nøgd við úrslitið. Laksaprísurin hevur verið hampiligur, hóast útboðið av laksi hevur verið stórt. So samanumtikið er úrslitið gott, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti í tíðindaskrivinum. Blóð var afturvendandi orðið, tá Linda Hesselberg, ákæri, legði fram prógvini hjá politinum móti manninum, sum er ákærdur fyri at hava beint fyri Dánjali Peturi Hansen, Pidda, fyri einum ári síðani. Heima hjá Pidda funnu teknikarar hjá politinum blóð í songini, í sovikamarinum, á gongini millum kamarið og kjallartrappuna og í kjallaranum. Heima hjá ákærda manninum fann politiið blóðug seingjarklæði og blóðug klæði, sum politiið heldur uppá, at ákærdi eigur. Og í bilinum, sum ákærdi brúkti, ein Skoda Fabia, fann politiið eisini blóð. Sligin við pannu DNA royndir siga við tí fyrivarni, sum plagar at verða brúkt, at blóðið stavar frá Pidda. Í húsunum hjá Pidda fann politiið eisini far eftir einum skógvi, sum ákærdi var í, tá hann varð handtikin. Og far eftir hondina hjá ákærda. Í kamarinum, har sum ákærdi, sambært ákæruvaldinum, sló Pidda við einari pannu, lá millumstykkið millum skaftið og pannuna. Skaftið og pannan vóru funnin millum seingjarklæðini, sum politiið fann heima hjá ákærda. Eisini á pannuni var blóð, sum sambært DNA royndum stavar frá Pidda. Í onkrum føri vísa DNA royndir eisini á blóð frá ákærda. Heima hjá ákærda fann politiið harafturat passið og báðar fartelefonirnar hjá Pidda. Funnu saman í fjør Ákærdi maðurin og kvinnan, sum Piddi var skildur frá, funnu saman síðst í mai í fjør. Tey ætlaðu at flyta í húsini, sum Piddi búði í. Kvinnan var tinglýstur eigari, men Piddi var ikki fluttur úr húsunum.Pástandurin hjá ákæruvaldinum er, at ákærdi drap Pidda, tí hann vildi ikki fara úr húsunum. Linda Hesselberg avdúkaði eisini í dag, hví politiið leitaði í Norðoyatunlinum og í Neshaga eftir líkinum av Pidda, ákærin segði Piddi og ikki Dánjal Petur Hansen, í framløgu sínari. Í báðum førum varð hetta gjørt eftir ábendingum frá ákærda manninum. Hann segði, at Skodabilurin var stolin ta náttina, hann skal hava dripið Pidda. Hann koyrdi aftan á bilinum til Norðoyatunnilin. Hann hevði eisini sæði blóð í víkiplássi nummar tvey, tá koyrt verður úr Leirvík. Og rætt var, hundar funnu blóð har, blóð frá Pidda, sambært DNA royndum. Ein starvsmaður hjá Landsverki fann um somu tíð, sum Piddi hvarv, ein skógv við sama víkiplássið. Sambært politinum átti Piddi skógvin. Leitað varð í øllum brunnum í Norðoyatunlinum, men einki lík varð funnið. Tað var eisini eftir ábending frá ákærda, at politiið leitaði við servandum hundum og gróv í Neshaga í summar. Ákærdi segði seg vita, hvar Piddi var grivin, og teknaði politinum nøkur kort av Neshaga. Hann vísti eisini politinum staðið, tí hann segði seg kenna tað aftur. Men heldur ikki har varð Piddi funnin. Eisini kannað jarðarferðir Linda Hesselberg segði, at politiið leitaði eisini nógva aðra staðni eftir Pidda, millum annað í kvørnini á Bakkafrosti, har sum ákærdi arbeiddi, á brennistøðini á Hagaleiti. Og allar jarðaferðir fram til dagin, tá ákærdi maðurin varð tikin, eru kannaðar fyri at vita, um Piddi var farin í grøvina saman við øðrum líki. Men enn hevur politiið ikki nakað lík. Ákæruvaldið sigur seg tó hava so nógvar og sterkar ábendingar um, at ákærdi maðurin veruliga beindi fyri Pidda eftir klokkan hálvgum fýra fríggjanáttina 4.november í fjør, at til ber at fáa mannin dømdan fyri tað. Noktar seg sekan Ákærdi maðurin noktar seg sekan. Hann verður avhoyrdur í morgin, og tá fær almenningurin loksins at hoyra hansara frágreiðing. Sambært politinum hevur maðurin broytt sína frágreiðing ofta hetta árið, síðani hann fyrstu ferð varð avhoyrdur. Og hann hevur ikki verið serliga samstarvshugaður. Tað var eftir at politiið avhoyrdi unnustu hansara, fyrrverandi konu Pidda, at politiið fekk illgruna til mannin, sum so fyrst varð skuldsettur og síðani ákærdur fyri manndráp. Javnaðarflokkurin verður størstur á kommunuvalinum í høvuðsstaðarkommununi, og tað kann verða, at hann vinnur fjórða sessin frá Tjóðveldinum. Tað vísir ein veljarakanning, sum Gallup Føroyar hevur gjørt fyri Sosialin. Kanningin vísir, at Heðin Mortensen, borgarstjóri, aftur hesaferð fær nógv tær flestu atkvøðurnar hjá Javnaðarflokkinum. Bogi Andreasen, varaborgarstjóri, sum hesaferð stillar upp fyri Fólkaflokkin, stendur til at fáa flestu atkvøðurnar hjá Fólkaflokkinum, og hjá Tjóðveldi stendur Jógvan Arge at fáa flestar atkvøður. Sambært kanningini varðveitir Sambandsflokkurin sín sess í býráðnum, men Gallup Føroyar torir ikki at taka dagar ímillum, hvør tað verður, tí tað er sera javnt millum valevnini. Javnaðarflokkurin 36 prosent Kanningin vísir, at Javnaðarflokkurin verður nógv størstur við 36 prosentum av atkvøðunum. Fyri fýra árum síðani fekk flokkurin 32,2 prossent. Hann varðveitir sínar fimm sessir, og fær kanska ein afturat. Tjóðveldi fær 24 prosent, ella tvey prosent færri enn seinast. Tað hevur við sær, at flokkurin møguliga missir ein sess, og fær tríggjar. Fólkaflokkurin varðveitir sínar tríggjar sessir, hóast hann hevur nærum tvey prosent í afturgongd. Sambandsflokkurin hevur eina lítla afturgongd, og varðveitir sín býráðssess. Smáu flokkarnir onga umboðan Kanningin hjá Gallup Føroyum vísir, at Framsókn, Sjálvstýrisflokkurin og Miðflokkurin verða ikki umboðaðir í býráðnum eftir valið. Framsókn fær seks prosent, Sjálvstýrisflokkurin tvey og Miðflokkurin eitt prosent av atkvøðunum. 728 fólk vórðu spurd í kanningini, sum Gallup Føroyar hevur gjørt fyri Sosialin. Fakfeløgini í Samtaki mæla frá, at semingslógin verður broytt, soleiðis sum Vinnumálaráðið ætlar. Í einum hoyringarskrivi siga tey fimm feløgini, at lógaruppskotið er ikki nøktandi, tí tað blandar saman ymiskar partar av arbeiðsmarknaðarskipanini, og tí uppskotið leggur seg út í viðurskifti, sum í dag hoyra til frælsa samráðingarrættin hjá pørunum á arbeiðsmarknaðinum. Gerðarættur og faklig stig Feløgini í Samtaki vísa á, at sambært lógaruppskotinum skal formaðurin í Fasta Gerðarættinum hava við setanarbólkin at gera, tá semingsfólk skal veljast, at Vinnumálaráðið ikki sær vandan við at blanda saman reglurnar um seming og loysn av trætum á arbeiðsmarknaðinum, er avtalaðu skipanina við Fasta Gerðarættinum, at ætlanin er at lóggeva um Fasta Gerðarættin, hóast partarnir á arbeiðsmarknaðnum eru samdir um, at skipanin skal byggja á avtalu millum partarnar, og at ætlanin er at leggja seg beinleiðis út í heimildina at seta í verk faklig stig. Illa umhugsað Feløgini í Samtaki siga, at lógaruppskotið er ikki væl umhugsað, tí so at siga alt uppskotið er meinlíkt sáttmálakrøvunun, sum arbeiðsgevarasíðan í áravís hevur sett fram. Hetta kann tí ikki annað enn vekja ivasemi millum fakfelagsfólk, sigur Samtak, sum mælir frá, at uppskotið verður lagt fyri tingið. Feløgini í Samtaki eru Føroya Arbeiðarafelag, Føroya Fiskimannafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag. Arbeiðsgevarar fyri Meðan fakfeløgini eru ímóti uppskotinum um nýggja semingslóg, taka arbeiðsgevararnir undir við tí. Føroya Arbeiðsgevarafelag sigur, at uppskotið yvirhøvur er eitt stórt framstig fyri semingsstovnin og arbeiðsmarknaðin. Galdandi semingslóg er frá 1928. Arbeiðsgevararnir siga, at lógin eigur at verða laga til arbeiðsmarknaðin og samfelagið, vit hava í dag. Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur undir við uppskotinum hjá Vinnumálaráðnum um nýggja semingslóg. Felagið setur spurnartekin við, hvussu semingsstonvurin skal fíggjast, men yvirhøvur er uppskotið eitt stórt stig framá fyri semingsstovnin og arbeiðsmarknaðin. Galdandi semingslóg er frá 1928, og hesi árini eru bert smærri broytingar gjørdar. Sambært uppskotinum frá Vinnumálaráðnum skal nýggja semingslógin hóska til arbeiðsmarknaðin og samfelagið, vit hava í dag. Rakar onnur Arbeiðsgevarafelagið sigur, at endamálið við semingsstovninum er ikki bert at hjálpa arbeiðsmarknaðinum at finna eina loysn, tí arbeiðssteðgur rakar nógv breiðari enn einans partarnar í sáttmálaósemjuni. Tí hevur tað minst líka stóran týdning, at semingslógin og amboðini, hon gevur, eru tíðarhóskandi og lagað til arbeiðsmarknaðin og samfelagið, vit hava, so hon er við til at minka um samfelagsligu avleiðingarnar av einum arbeiðssteðgi, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag. Fakfelagið hjá flogternunum hjá Atlantsflogi hevur fingið nýggjan sáttmála. Fríggjadagin skrivaði felagið Súlan undir nýggjan tvey ára sáttmála við Føroya Arbeiðsgevarafelag. Vinnuhúsið skrivar á netinum, at semjan hevur við sær dagføringar í sáttmálanum í mun til eitt nú arbeiðsætlan. Lønin hjá flogternunum hækkaði 1,13 prosent hin 1. november í ár og 1,89 1. november næsta ár. Semjan er sostatt á sama stigi sum hinir sáttmálarnir, Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur gjørt í hesum samráðingarumfarinum, skrivar Vinnuhúsið. Málið um festið í Famará dregur útl. Partarnir í málinum hava nú aftur fingið eina nýggja freist at koma við viðmerkingum, hesa ferð til hálvan november. Orsøkin er, at sakførarin hjá Johan Dalsgaard, Thorkild Høyer, tann 24.oktober boðaði Fiskimálaráðnum frá, at hann heldur tað verður at fara uttan um lógina, tá ræður um førleikar og bústaðarskyldu á festinum, tað, sum hann nú hevur frætt. Thorkild Høyer sigur seg hava skilt, at tann, sum sambært advokatinum, sum seldi festið, hevur hægsta boð, ikki sjálvur skal búgva á festinum, í Famará. Henda viðmerking frá Thorkild Høyer er send hinum pørtunum í málinum til hoyringar. Freistin er tí enn eina ferð longd. Nú er hon 15.november. Høgni Hoydal er valdur í formansskap Norðurlandaráðsins. Norðurlandaráðsfundurin í finska høvuðsstaðnum Helsinki endaði hóskvøldið við at velja nýggjan formansskap. Og hesaferð Føroyum at fáa umboð í formansskapin. Vinstri grøni bólkurin skeyt upp Vinstri grøni bólkurin í Norðurlandaráðnum vísti á Høgna Hoydal sum sítt umboð, og hann tekur sæti í formansskapinum, næstu ferð Norðurlandaráðið kemur saman. Formansskapinum er ovasta politiska leiðslan í Norðurlandaráðnum. Í Norðurlandaráðnum hava Føroyar tveir fastar limir, umframt tveir varalimir, sum Løgtingið velur. Føstu limirnir eru Høgni Hoydal og Helgi Abrahamsen. Varalimir eru Bjørt Samuelsen og Bárður Nielsen. Í dag byrjar størsta brotsrættarmálið í føroyskari rættarsøgu. Ein 33 ára gamal maður av kroatiskum uppruna verður førdur fyri eitt nevningating í Føroya Rætti, ákærdur fyri at hava dripið og beint fyri Dánjal Petur Hansen úr Runavík. Í gjár var júst eitt ár síðani Dánjal Petur Hansen hvarv, sambært upplýsingum hjá løgregluni. Hann varð eftirlýstur horvin týskvøldið 8. november í fjør, men løgreglan heldur, at hann doyði fríggjadagin ella leygardagin fyri, tað vil siga 4. ella 5. november. Fáar dagar eftir at kriminalløgreglan kom upp í málið um horvna mannin, varð ein kroati handtikin og skuldsettur í málinum. Maðurin hevur, nú rættarmálið byrjar, sitið varðhaldsfongslaður í 355 dagar. Maðurin verður í Føroya Rætti í dag ákærdur fyri manndráp eftir grein 237 í revsilógini. Tað eydnast ongantíð løgregluni at finna líkið av horvna Dánjal Petur Hansen. Løgtingið hevur í dag álagt landsstýrinum at gera okkurt munagott, so fólkatalið í Føroyum heldur uppat at minka. 26 tingfólk atkvøddu fyri uppskotinum til samtyktar hjá Javnaðarflokkinum um at fyrireika og leggja fyri løgtingið frágreiðing um, hvørji tiltøk skulu setast í verk fyri at venda hóttandi gongdini við áhaldandi fráflyting, fallandi burðaravlopi og minking í fólkatalinum. Seta fakliga nevnd Landsstýrið skal seta eina fakliga nevnd, sum skal greina orsøkirnar til skeivu gongdina og avleiðingarnar av henni. Nevndin skal eisini koma við uppskotum um, hvat skal gerast fyri at venda gongdini. Landsstýrið skal leggja frágreiðingina fyri løgtingið fyri 1.apríl næsta ár. Frágreiðingin skal hava uppskot um langtíðar íløgur og politisk átøk, sum hava breiða politiska undirtøku. Trivnaðarnevndin, sum viðgjørdi uppskotið, tosaði við flestu landsstýrisfólkini. Øll taka tey trupulleikan í størsta álvara, sigur nevndin, sum einmælt mælti til at samtykkja uppskotið hjá Javnaðarflokkinum. Tey ungu rýma Javnaðarflokkurin sigur, at frá 2004 til 2011 var nettofráflytingin 1992 fólk, 1072 kvinnur og 920 menn. Og tað eru serliga tey ungu, sum rýma 91 prosent av teimum, sum fluttu av landinum, vóru ungfólk millum 20 og 24 ár. Tann 31.desember í fjør búðu 169 færri fólk í Føroyum enn 1.januar. Og fólkatalið heldur fram at minka í ár. Semja er gjørd í trætuni millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Tórshavnar kommunu, og leiðarin og fýra deildarleiðarar á nýggja Boðanesheimninum eru tí farnir aftur til arbeiðis. Semja er um, at leiðararnir á Boðanesheiminum fáa eina ávísa løn, sum møguliga skal eftirregulerast eftir, hvørja niðurstøðu ein møguligur gerðarrættur kemur til. Yvirtaka heimið í dag Nú klokkan trý verður hátíðarhald, tá Boðanesheimið verður latið kommununi. Um vikuskiftið sleppur almenningurin at síggja heimið, og eftir ætlan flyta fyrstu búfólkini inn um mánaðarskiftið november desember. Pláss er fyri 64 búfólkum á Boðanesheiminum. P F Krúnborg fer nú undir frálandavirksemi. Felagið hevur í dag skrivað undir samstarvs og eigaraavtalu við norska reiðaríið Simon Møkster Shipping AS um nýtt frálandaskip fyri 360 milliónir krónur Stovnað verður nýtt føroyskt frálandafelag, P f Krúnborg Offshore, sum byggir eitt subsea skip, eitt sonevnt Multi Purpose Support Vessel, saman við Simon Møkster Shipping AS. Skrokkurin verður bygdur á skipasmiðju í Póllandi, og skipið skal gerast liðugt á norsku Simek skipasmiðjuni. Tað verður 85 metrar langt og 18 metrar breitt. Skipið verður útgjørt við 70 tons krana, ROV útgerð og tyrlupalli. Subsea virksemi er sergrein í frálandavinnuni. Skipið kann hava 90 fólk umborð, og við fjarstýrdum undirvatnsførum verður arbeitt við umvælingum og eftirliti undir sjógvi. Talan kann vera um arbeiði upp á boripallar og aðra útgerð. Skipið kann eisini veita vindmylluídnaðinum tænastur. Krúnborg eigur 30 prosent Krúnborg fer í fyrstu atløgu at eiga 30 prosent av nýggja felagnum, og keypir ætlandi 20 prosent aftrat, tá skipið verður latið í mai 2014. Vit síggja góðar møguleikar í hesi vinnuni. Nú eru trý frálandafeløg í Føroyum, sum veita tænastur á trimum ymiskum økjum. Hesir fjølbroyttu førleikar verða við til at menna føroysku frálandavinnuna uppaftur meira, siga Sámal, Petur og Eiler Jacobsen á Krúnborg. Teir halda, at Krúnborg við sínum 48 árum á baki í fiskivinnuni og Møkster við 44 ára royndum í sjóvinnuni, harav 31 ár í oljuvinnuni, skuldi verið rætta samansetingin at sett eitt nýtt frálandafelag á stovn. Vit hava ongantíð ivast í at fara í sjóvinnuna aftur. Spurningurin hevur bara verið, nær og hvar vit skuldu fara til verka. Við hesi ætlan halda vit, at vit hava eitt gott grundarlag at byggja felagið víðari á, siga teir. Víðka virksemið Simon Møkster Shipping AS varð stovnað í 1968, og hevur heimstað í Stavanger. Felagið eigur og rekur 23 skip í frálandavinnuni. Fíggjarstjórin í Simon Møkster Shipping AS, Alf Møkster, er fegin um nýggja samstarvið. Vit fegnast um at kunna víðka okkara virksemi í Føroyum. Frammanundan hava vit 130 føroyingar við okkara skipum, og vit gleða okkum til at samstarva við Krúnborg, sum er eitt dugnaligt reiðarí við drúgvum royndum í føroyskari sjóvinnu, sigur Alf Møkster. Nú klokkan tíggju fóru fólk fyri býráðið í Havn og Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum á fund at umrøða støðuna, nú felagið hjá Sjúkrarøktarfrøðingunum noktar limum sínum at arbeiða á nýggja Boðanesheiminum. Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri hjá Tórshavnar kommunu, sigur, at enn er málið ikki sent Fasta Gerðarrættinum. Hann sigur, at felagið hevur ikki sáttmála við kommununa men við Fíggjarmálaráðið, hóast kommunan er arbeiðsgevari. Ósemjan er um viðbøtur hjá leiðaranum á Boðanesheiminum og hjá fýra deildarleiðarum. Kæruritið er skrivað Á fundinum fara býráðið og Lønardeildin at avgera, hvat skal henda. Jóan Petur Hentze sigur, at kæruritið, sum skal sendast Fasta Gerðarrættinum, er skrivað, men tað er ikki sent enn. Málið skal kærast, tí sambært býráðnum hevur Sjúkrarøktarfrøðingafelagið onga heimild til at nokta sínum limum at arbeiða á Boðanesheiminum. Tí vil býráðið hava Fasta Gerðarrættin at áleggja leiðarunum á Boðanesheiminum at fara aftur til arbeiðis. Klokkan 11.00 verður fundur, har Sjúkrarøktarfrøðingafelagið eisini er við. Nógv færri lærlingar eru nú enn fyri bara fimm árum síðani. Í 2007 vóru fýra ferðir fleiri lærlingar enn í ár. Og flestu lærlingarnar eru hjá kommununum og í vinnuni. Landið tekur alt ov fáa lærlingar, heldur Tjóðveldi. Flokkurin legði tí síðst í september fram uppskot til samtyktar um lærupláss og virkisvenjing hjá almennum arbeiðsgevarum. Atkvøða ikki fyri Hóast samgongan er samd við Tjóðveldi um, at alt ov fá almenn lærupláss eru, fer samgongan ikki at atkvøða fyri uppskotinum hjá Tjóðveldi. Meirilutin í Fíggjarnevndini sigur, at uppskotið er óneyðugt, tí landsstýrismaðurin í fíggjarmálum leingi hevur arbeitt við at fáa almennar stovnar at útvega fleiri lærupláss og taka fleiri ung til virkisvenjingar. Yvir 300 fólk. sum eru yngri enn 26 ár, eru arbeiðsleys. Løgtingið fer at atkvøða um uppskotið hjá Tjóðveldi í dag. Eitt loyvi vestan fyri Hetland er ikki vert at gera meira við. Tí hevur Faroe Petroleum, sum eigur helvtina av loyvinum, avgjørt at lata loyvið innaftur. Í juli í fjør boraði felagið ein leitibrunn á Fulla miðinum. Oljuberandi sandur varð staðfestur í brunninum. Síðani hevur felagið kannað, um fundurin á Fulla saman við fundinum á Freyja í 1980 kunnu gerast ein burðardygg ætlan. Úrslitið er, at so er ikki, boðar Faroe Petroleum frá í morgun. Oljan er ikki nóg góð, og har er minni olja enn væntað, sigur felagið. Nú Norðurlandaráðið er liðugt at fundast í Helsinki verður løgtingsfundur aftur. Á tingfundinum, sum byrjar klokkan hálvgum tíggju, er millum annað tunnilin til Viðareiðis á skránni. Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, skjýtur upp at gera eina 1850 metra langan tunnil millum Hvannasund og Middal, og veg haðani til Viðareiðis. Arbeiðið má ikki kosta meira enn hálvt annað hundrað milliónir krónur. Arbeiðið verður boðið út í mars 2013. Innlendismálaráðið sigur, at arbeiðið kann vera liðug eftir trimum árum, fær tað neyðuga játtan og neyðug loyvi frá friðingarmyndugleikinum. Men í langtíðarætlanini hjá landsstýrinum er játtanin løgd árini 2012 2019. At verkætlanin dregur út fer allarhelst at hava við sær, at verkætlanin verður dýrari, sigur Innlendismálaráðið. Fráflyting Løgtingið fer í dag at samtykkja at heita á landsstýrið um at gera nakað fyri at venda gongdini í fráflyting og burðaravlopi. Ein samd Trivnaðarnevnd tekur undir við uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum. Tingið fer at biðja landsstýrið seta eina nevnd at koma við uppskotum um, hvat skal gerast, so fólkatalið ikki heldur fram at minka. Nevndin skal koma við sínari frágreiðing fyri 1. apríl næsta ár. Bilasølurnar hava góðar dagar. Higartil í ár er sølan av nýggjum bilum vaks 25 prosent, sammett við sama tíðarskeið í fjør. Fyrstu 10 mánaðirnar hava bilasølurnar selt tilsamans 941 nýggjar persónbilar, tað eru 191 fleiri enn sama tíðarskeið í fjør. Bara í oktober vórðu seldir 120 nýggir persónbilar 44 fleiri enn í oktober í fjør. Eisini er sølan av øðrum nýggjum akførum, eitt nú vøruvognum og hýruvognum, økt munandi. So samanlagt er sølan av nýggjum akførum vaksin 23 prosent, sambært nýggjastu tølunum hjá Akstovuni, ið fevna um fyrstu 10 mánaðirnar í ár. Boðanesheimið Yviri við Strond í Havn er nú liðugt og klárt at taka í nýtslu. Klokkan trý seinnapartin í morgin verður hátíðarhald, og tá verður heimið latið Tórshavnar kommunu. Boðanesheimið verður opið fyri almenninginum, bæði leygardagin og sunnudagin, báðar dagar frá klokkan trý til seks. 64 búfólk Boðanesheimið fer at hýsa 64 búfólkum. Heimið er innrættað í tveimum hæddum við fýra búeindum. Í stóru felagslonini er stórkøkur, matarhøll, virkis og venjingarstova og fyrisiting. Fyrsta flagið varð loyst 14. desember í 2010, og Tórshavnar Kommuna letur væl at arbeiðinum, nú Boðanesheimið er liðugt. Kommurnar fingu fyrstu tíggju mánaðirnar í ár tilsamans 30 milliónir krónur fleiri í skatti enn somu tíð í fjør. Tað vísir ein nýggj skattauppgerð frá TAKS. Vøksturin er 2,62 prosent. Millum stóru kommunurnar, ið hava fingið meiri í kassan, eru Tórshavnar kommuna, Klaksvíkar kommuna, Runavíkar kommuna, Fuglafjarðar kommuna, Sunda kommuna og Vága kommuna. Góða gongdin í Suðuroynni heldur fram. Allar kommunurnar í oynni hava havt vøkstur í skattainntøkunum í ár. Landskassin nógv minni inntøkur Hava kommunurnar havt størri inntøku í ár, er øðrvísi hjá landskassanum. Uppgerðin hjá TAKS vísir, at 223 milliónir krónur færri eru komnar í landskassan fyrstu tíggju mánaðirnar samanborið við somu tíð í fjør. Inntøkurnar frá eftirlønarskatti eru 173 milliónir krónur, og kirkjuskatturin er vaksin 1,4 milliónir. Uppgerðin yvir inntøkur frá meirvirðisgjaldi fyrstu tíggju mánaðirnar verður tøk fyrsta dagin, upplýsir TAKS. Í næstu viku fáa tey fýra andstøðutingfólkini, sum í vár kærdu Jørgen Niclasen, landsstýrismann, til Landsstýrismálanevndina fyri at bróta stýriskipanarlógina, at vita frá nevndini, at hon ger ikki meira við málið. Málið er ikki nakað mál longur, sigur nevndin. Rok var um eitt lógaruppskot hjá landsstýrismanninum, sum vildi sleppa at prístalsviðgera skattastigan við kunngerð í staðin fyri við lóg. Lógarbroytingin varð samtykt í løgtinginum við aðru viðgerð. Men atkvøtt varð ikki við triðju viðgerð, tí løgmaður vildi sleppa at síggja og kanna uppskotið fyrst. Datt burtur á ólavsøku Uppskotið datt burtur á ólavsøku, og tað er ikki komið aftur í tingið. Løgmaður bað ein danska professara, Jacob Graf Nielsen á Lærda háskúlanum í Keypmannahavn, gera Løgmansskrivstovuni eitt upprit um málið. Men tá uppskotið hjá Jørgeni Niclasen ikki kom til triðju viðgerð í tinginum, og tí ikki varð endaliga samtykt, bað løgmaður professaran bíða við uppritinum. Og Landsstýrismálanevndin fer at avgreiða málið mikudagin. Føroyska alivinnan fær mest burturúr, sammett við alivinnuna bæði í Noregi og Kili. Tað vísir ein nýggj greining, sum Kontali Analyse hevur gjørt av alivinnuni í teimum trimum londunum. Niðurstøðan í greiningini, sum um dagarnar er løgd fram á aliráðstevnu í Kristianssund, er, at føroyska alivinnan brúkar minni fóðuri til at ala eitt kilo av laksi, sammett við alivinnuna bæði í Noregi og Kili. Duga betur at røkja smoltið Á fakmáli nevnist hetta biologiski fóðurfaktorurin. Hjá føroysku alivinnuni er biologiski fóðurfaktorurin 1,3 í Noregi er hann 1,5. Tað merkir, at meðan føroyska alivinnan í meðal brúkar 1,3 kilo av fóðri til at ala eitt kilo av laksi, so brúkar alivinnan í Noregi 1,5 kilo av fóðri til at ala somu nøgd. Eisini dugir føroyska alivinnan nógv betur enn norska og kilenska alivinnan at røkja tey smolt, ið verða sett út í ringarnar, soleiðis at sum mest kemur burturúr, og kann veksa seg til fullbúnan laks, kláran at taka. Í Føroyum er fellið bara átta prosent, meðan svinnið hjá norskum alarum er heili 20 prosent. Tað ávirkar so aftur, hvussu nógv í síðsta enda kemur burtur úr tí, sum alarin setur út í ringarnar. Á fakmáli nevnist hetta økonomiski fóðurfaktorurin, og verður mált út frá, hvussu nógv fóður fer til hvørt kilo av tí laksi, sum enda endar inni á sláturvirkinum. Tá fellið í føroysku alivinnuni bara er átta prosent, meðan tað í Noregi er 20 prosent og uppaftur hægri í Kili, so er økonomiski fóðurfaktorurin hjá føroysku alivinnuni eisini væl betri enn hjá kappingarneytunum. Hevur vakt ans Tað er óhefta, norska greiningarfyritøkan Kontali Analyse, sum hevur gjørt samanberingina. Niðurstøðurnar hava vakt ans, bæði í norsku alivinnuni og norskum miðlum. Jan Petter Kosmo, greinari hjá Kontali Analyse, heitti á aliráðstevnuni í Kristianssund á norsku alivinnuna um at vera opin fyri nýggjum møguleikum, og hyggja nærri at, hvussu alarar gera í Føroyum. Okkurt hava tey í Føroyum gjørt rætt, og eingin ivi er um, at norska alivinnan bæði kann og eigur at gerast dugnaligari, sigur Jan Petter Kosno. Líknandi greiningar hava áður sagt tað sama men nú er tað so aftur staðfest í nýggjari greining, sum um dagarnar varð løgd fram á aliráðstevnu í Kristianssund. Tað verður fleiri hundrað prosent dýrari at landa fisk úr triðjalandsskipum. Og tað skaðar kappingarførið hjá føroyskum fyritøkum, at so stórar hækkingar koma frá degi til dags. Ráfiskakeyparafelagið hevur nógvar atfinningar at einari kunngerð um gjøld, sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan kann taka fyri millum annað at hava eftirlit við vinnufyritøkum. Felagið fekk uppskotið um kunngerðina til hoyringar, og fekk bara tvær vikur at svara. Tað er alt ov stutt freist, heldur Ráfiskakeyparafelagið. Felagið er ímóti, at støðugt størri partur av virkseminum hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni verður fíggjað við brúkaragjaldi. Høgt tímagjald Við nýggju kunngerðini verður eitt høgt tímagjald tikið fyri alt eftirlit og annað virksemi, eins og gjøld verða tikin fyri slíkt, sum nú er ókeypis fyri virkini. Í staðin fyri at senda fleiri rokningar til vinnuna, eigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan at umskipa seg, so hon kostar minni at reka, sigur Ráfiskakeyparafelagið. Ráfiskakeyparafelagið vísir á, at í framtíðini er ætlanin at taka tímagjald fyri at hava umsjón við matvøruvirkjum. Hendan umsjónin kostar virkjunum einki nú. Felagið eftirlýsir einari meting, sum sigur, hvørjar fíggjarligar avleiðingar kunngerðin hevur fyri vinnuna. Vil hava skjalprógv Felagið vil eisini hava skjalprógvað, at gjøldini ikki eru hægri enn veruligu útreiðslurnar hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Ráfiskakeyparafelagið undrast ikki sørt á, at fyritøkurnar skulu gjalda tað, sum tað kostar Heilsufrøðiligu Starvsstovuni at gera avtalur við triðjalond um at keypa føroyskar matvørur. Kunngerðin um gjøldini, sum verða løgd á vinnuna, er ikki kunngjørd enn. Makrelstríðið er nú farið at ávirka góða hýrin, sum altíð hevur verið í norðurlendska samstarvinum. Orðavalið er hvast, tá tosað verður um makrelin í Norðurlandaráðnum. Tað sigur íslendska tingkvinnan og næstforkvinna í Útnorðurráðnum, Ólína THORN orvarðardóttir, við Morgunblaðið. Ólína THORN orvarðardóttir er á ársfundinum hjá Norðurlandaráðnum í Helsinki. Hon sigur ongan iva vera um, at drúgva makreltrætan, har sum Norra er øðrumegin, og Føroyar og Ísland hinumegin, er farin at seta sín dám á norðurlendska samstarvið. Partarnir eru farnir at brúka hvassari orð hvør um annan. Makreltrætan var ofta uppi og vendi í orðaskiftinum á Norðurlandaráðsfundinum í gjár. Kanna makrelstovnin Ólína THORN orvarðardóttir heldur, at Norðurlandaráðið eigur at stuðla kravinum hjá Føroyum og Íslandi um at kanna makrelstovnin meira, so kvotan kann býtast eftir vísindaligum prógvum um millum annað, hvussu makrelurin ferðast í Norðuratlantshavi, og hvar hann gýtir. Ólína THORN orvarðardóttir sigur við Morgunblaðið, at ein orsøk til, at stríðið um makrelin er vorðið so hart, er ósemja um, hvørjar upplýsingar um makrelin eru eftirfarandi og, um vit vita nóg nógv um makrelin. Londini í Útnorðri halda, at Norðurlandaráðið eigur at taka stig til altjóða kanningar av makrelstovninum. Men Norðurlandaráðið letur ikki við seg koma, sigur Ólína THORN orvarðardóttir, altingskvinna og næstforkvinna í Útnorðurráðnum. Í gjár vóru fiskað 121.500 tons av makreli í føroyskum sjógvi í ár. Føroyingar hava fiskað 107.000 tons, russarar 12.500 tons og íslendingar 2.000 tons. Bara fimm av 24 valevnum, sum stilla upp til býráðið í Fuglafirði, eru kvinnur. Og tær báðar kvinnurnar, sum seinastu fýra árini hava sitið í býráðnum, Kristina Toftegaard Larsen og Elisabeth Eldevig, stilla ikki upp aftur hesaferð. Tað skrivar Sosialurin í dag. Raðfesta øðrvísi Kristina Toftegaard Larsen sigur við Sosialin, at avgerðin um ikki at stilla uppaftur er grundað á, at hon raðfestir øðrvísi. Sama svar hevur Elisabeth Eldevig. Kvinnurnar í Fuglafirði gjørdu annars ein vørr fyri átta árum síðani, tá tær gjørdu ein kvinnulista og fingu tvær kvinnur valdar. Hesaferð er eingin kvinnulisti, og tað tykist ikki, sum áhugin millum kvinnurnar er stórur at sleppa í býráðið. Triði hvør løgtingslimur stillar upp til kommunuvalið tann 13. november. Tíggju av teimum 33 løgtingslimunum vilja upp í kommunalpolitik. Haraftrat stilla trý onnur upp til kommunuvalið, sum seinastu tíðina hava verið varafólk á tingi. Tað er Dimmalætting, sum hevur talt upp. og ber tíðindini í dag. Tað er einki, sum forðar fyri, at fólk kunnu vera í lands og kommunalpolitikki samstundis. Kristin Michelsen er í løtuni bæði løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin og borgarstjóri á Tvøroyri, og hann stillar upp aftur á kommunuvalinum. Ikki torført at røkja bæði størvini Hann heldur ikki, at tað er trupult at fáa størvini sum løgtingsmaður og borgarstjóri at ganga upp. Tað eru ikki so nógvir løgtingsfundir, og tað ber til at leggja arbeiðið soleiðis til rættis, at tað ber til, sigur Kristin Michelsen við Dimmalætting. Heldur ikki Brandur Sandoy, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin og borgarstjóri á Sandi, sær nakran trupulleiki í, at løgtingslimir stilla upp í kommunalpolitikki. Hann vísir á, at meginparturin av løgtingslimunum, sum stilla upp til kommunuvalið, eru av bygd, Og tað kann vera ein frágreiðing, at tað er minni krevjandi at vera løgtingslimur og kommunalpolitikkari í smáu kommununum samstundis, enn tað er í størru kommununum, sigur Brandur Sandoy við Dimmalætting. Veljast skulu til samans 204 kommunustýrislimir í teimum 30 kommununum. Flestu veljarar eru í størstu kommununi í landinum, Tórshavn, har 14.387 borgarar hava valrætt. Fugloyar kommuna hevur fæst veljarar, 36 í alt. Valstaðið á Hálsi í Havn er tað størsta við 11.722 veljarum, og valstaðið í Mykinesi er tað minsta við 12 veljarum. Tann 29.januar í 2007 sendi felagið Borden Fishing Gear, skrásett í Gibraltar, eina rokning til Injector Trawldoors upp á 48.056 krónur, rokningin var fyri søluómaksløn. Jan Allan M uuml ller hevði avgerðarrætt í Borden Fishing Gear, og hann var stjóri í Injector Trawldoors. Borden Fishing Gear hevði ongan rætt til at krevja pengarnar, men kortini vórðu teir fluttir á kontu hjá Gibaltarfelagnum í Føroya Banka. Og síðani blivu 46.000 krónur fluttar á kontu hjá Injector Holding, skrásett í Onglandi, men við bústaði í Horsens í Danmark. Í hesum felagnum hevði Jan Allan M uuml ller eisini avgerðarrætt. Samanumtikið misti Injector Trawldoors A S 48.056 krónur Hetta er fyrsta ákæran av nógvum móti Jan Allani M uuml ller. Ákærur, sum rætturin í Horsens hevur viðgjørt síðani eina ferð í summar. Ákærdur fyri 18 brot Jan Allan M uuml ller, sum var stjóri í Injector Trawldoors, er ákærdur fyri 18 brot á revsilógina. Hann er ákærdur fyri peningasvik, heimildarsvik, fyri ólógliga framferð við funnum fæi, fyri serliga grova skjalafalsan og fyri serliga grovt skattasvik. Útvarpið hevur frá Sydøstjyllands Politi fingið innlit í ákæruritið, sum er dagfest 29.mai í ár. Jan Allan M uuml ller noktar seg sekan. Tað ger Claus Clausen Petersen, sum var roknskaparleiðari í fyritøkuni, eisini. Claus Clausen Petersen er ákærdur fyri seks revsilógarbrot, seks av teimum 18, sum Jan Allan M uuml ller er ákærdur fyri. Lógarbrotini, sum Jan Allan M uuml ller er ákærdur fyri, byrjaði síðst í januar 2007, og tað seinasta varð, sambært ákæruritinum, framt í juni 2009. Sambært ákæruritinum kostaðu gerðirnar hjá stjóranum partafelagnum Injector Trawldoors 947.000 krónur Skjalafalsan Grova skjalafalsanin skal hava gjørt, at roknskapurin hjá felagnum fyri 2008 var misvísandi, tí Injector Trawldoors var skrásett at eiga góðar tvær milliónir krónur til góðar hjá viðskiftafólki pengar, sum Injector Trawldoors ikki átti. Men fíggjarstøðan hjá felagnum í 2008 var betri enn hon veruliga var, tá grannskoðarin fekk roknskapin. Tríggjar ákærur eru viðvíkjandi felagnum FO 900 Invest Aps, sum misti 1,25 milliónir krónur Og grannskoðarin hjá felagnum fekk at vita, at felagið við árslok 2008 átti 2,9 milliónir, hóast felagið í veruleikanum bara átti 30.000 krónur í tøkum peningi. Krevja fongsulsrevsing Ákæruvaldið krevur fongsulsrevsing, og at Jan Allan M uuml ller skal gjalda 750.000 krónur í bót fyri skattasvik. Hann er ákærdur fyri at hava snýtt fyri knappliga 770.000 krónur í kapitalsvinningsskatti. Hesar pengar hevur hann tó síðani goldið danska skattavaldinum. Ákæruvaldið krevur, at Jan Allan M uuml ller missir rættin at stovna feløg vera stjóri ella nevndarlimur í feløgum, sum hava avmarkaða ábyrgd, ella í feløgum, sum krevja almenna góðkenning, og ei heldur í grunnum. Ákæruvaldið hevur eisini boðað frá endurgjaldskravi móti Jan Allani M uuml ller. Í dag verða seinastu fýra vitnini avhoyrd. Og 13. ella 14.november verður málið tikið upp til dóms. Norðurlendska flogfelagið SAS er komið á gravarbakkan, skrivar danska blaðið Berlingske. 66 ára gamla flogfelagið, ið varð stovnað út frá einum dreymi um at gerast eitt av heimsins leiðandi flogfeløgum, noyddist í gjár at leggja fram eina risa bjargingarætlan í keypsskálanum í Stokkhólmi. AElig tlanin ger, at SAS noyðist at selja nøkur av sínum týdningarmestu ognum, og seta í verk eina spariætlan, so felagið hórar undan í hørðu kappingini á flogferðslumarknaðinum. Spara 2.6 milliardir krónur. Spariætlanin, sum er 2,6 milliardir krónur, noyðir starvsfólkini niður í løn, og nógvar smærri flogrutur í norðurlondum verða bodnar øðrum at reka. Hetta fer óivað at hava uppsagnir við sær. Sambært spariætlanini skal SAS spara 25 prosent av starvsfólkakostnaðinum. SAS umhugsar at selja Eurobonus skipanina og norska flogfelagið Widerøe, ið hevur staðið seg væl. Eisini hevur verið nevnt, at Eurobonus skipanin eigur at verða skrásett á keypsskála, heldur enn at selja hana. Vilja ikki seta meiri í Jacob Pedersen, greinari í Sydbank, sigur við Berlingske, at SAS stendur á gravarbakkanum, og øll átøkini í bjargingarætlanini skulu rigga, skal felagnum verða lív lagað. Umfatandi bjargingarætlanin er eitt beinleiðis úrslit av, at stjórnirnar í Danmark, Noregi og Svøríki ikki vilja seta fleiri pengar í SAS. Lærarar eru einans á einum triðja plássi, tá tað ræður um at boða frá um vanrøkt og kynsligan ágang móti børnum. Vóru lærarar betur skúlaðir at skyna á, hvørji børn eru fyri kynsligum ágangi, komu ivaleyst fleiri fráboðanir frá lærarum um næmingar, sum eru fyri vanrøkt ella kynsligum ágangi. Tað sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum, við Skúlablaðið. Barnaverndarstovan sigur, at lærarar eru á triðja plássi at boða frá um vanrøkt og kynsligan ágang. Flestu fráboðanir koma frá familjunum hjá børnunum og síðani frá heilsufrøðingunum í skúlunum. Torført at boða frá Tað er mangan sera torført at boða frá, og skalt tú gerast tryggari í tíni søk, áðrenn tú boðar frá, so skalt tú kanska út um tíni egnu mørk, tá talan er um at sneyta í privatlívinum hjá fólki, sigur Herálvur Jacobsen við Skúlablaðið. Hann sigur, at Mentamálaráðið eigur at skúla lærarar í at varnast kynsligan ágang. Lærarafelagið hevur gjørt Mentamálaráðnum greitt, at stórur tørvur er á skeiði. Men sum skilst á formanninum í Lærarafelagnum, so eru eingi útlit til, at nakað skeið verður. Í september tók skúlastjórin í Skúlanum á Argjahamri av sínum eintingum stig til slíkt skeið fyri lærarum í Tórshavnar kommunu. Meirilutin í formansskapinum í løgtinginum samtykti í gjár at mæla tinginum til at burturvísa uppskotinum hjá Tjóðveldi og Framsókn um stjórnarskipan Føroya. Løgtingið ger av við atkvøðugreiðslu, um uppskotið skal viðgerast í tinginum ella ikki. Uppskotið varð lagt fram tann 7. september, men eingin viðgerð hevur verið enn uttan tann í formansskapinum. Uppskotið um stjórnarskipan Føroya byrjar við orðunum Føroyar eru land, føroyingar eru tjóð, og alt vald í landinum er hjá Føroya fólki. Tá uppskotið varð lagt fram, gjørdi Løgtingsskrivstovan vart við, at uppskotið var ikki løgfrøðiliga eftirkannað. Landsstýrið fer nú at taka støðu til eitt tilboð frá danska verjumálaráðnum um at keypa bygningarnar, sum verjan eigur í Føroyum. Talan er um bygningin í Mjørkadali, støðina á Sornfelli og bústaðin hjá kommandørinum Yviri við Strond í Havn. Yvirtaka alt undir einum Herálvur Joensen, deildarstjóri í Uttanríkistænastuni, sigur við Dimmalætting, at seinast í hesi vikuni verður tilboðið latið landsstýrinum at taka støðu til. Hann sigur, at landsstýrinum stendur í boði at yvirtaka allar bygningarnar undir einum. Prísurin er sámiligur, men Herálvur Joensen vil ikki avdúka, hvussu nógv danir vilja hava fyri ognirnar. Danska verjan hevur riggað virksemi sítt í Føroyum av, nú Færøernes Kommando verður niðurløgd. Í staðin verður skipað Arktisk Kommando við høvuðssæti í Nuuk í Grønlandi. Kommunurnar fáa 40 milliónir krónur aftur í skatti fyri skattaárið 2011. Tað er greitt, nú TAKS hevur gjørt kommunuskattin fyri 2011 upp. Endaliga uppgerðin vísir, at kommunuskatturin í fjør var nærum hálva aðru milliard krónur. Nærum allar tær stóru kommunurnar fáa pening aftur, meðan smáu kommunurnar hinvegin skulu rinda pening aftur. 17 milliónir krónur vanta í Uppgerðin hjá TAKS vísir, at tilsamans vanta 17 milliónir krónur í hjá kommununum. Men hesin peningurin kemur ikki í kassan, fyrr enn skuldarar hava rindað írestandi skatt. Á hvørjum ári avroknar TAKS kommununum ein fyribilsskatt við teimum upplýsingum, ið tá eru tøkir. Ein meira fullfíggjað uppgerð verður gjørd árið eftir, tá ið sjálvuppgávur eru latnar inn, og ítøkilig hagtøl um fólkaflyting millum kommunur eru tøk. Nýggj politistøð skal gerast í bygninginum Yviri við Strond í Havn, har løgreglan í løtuni heldur til í leigum hølum. Tað skrivar Dimmalætting í dag. Politiið flutti meginpartin av sínum virksemi í bygningin Yviri við Strond, tá blámusoppur varð staðfestur í gamla bygninginum í Jónas Broncks gøtu. Nú verður arbeitt við eini varandi loysn yviri við Strond Peningur játtaður Peter Thaysen, chefpolitinspektørur, sigur við Dimmalætting, at málið hevur verið viðgjørt hjá ymsum myndugleikum hjá politinum, sum hava góðkent ætlanina. Peningur er eisini játtaður til at byggja hølini um til eina veruliga politistøð, sigur Peter Thaysen við blaðið. Verkfrøðingar og arkitektar hava longu gjørt eina verkætlan av eini politistøð í leigaðu hølunum Yviri við Strond. Nú vanta bara endaliga byggiloyvi og góðkenningarnar frá byggimyndugleikunum, áðrenn farast kann undir arbeiðið. Hesa vikuna verður farið til gongu innandura, og Góðan morgun Føroyar túrurin verður hesa ferð í Listasavni Føroya í Havn. Tað verður savnslærarin, Oggi Lamhauge, ið fer at greiða frá málarum sum Mikinesi og Ingálvi av Reyni, umframt aktuellu framsýningini hjá Hanna Bjartalíð og húsinum sjálvum. Túrurin byrjar sum vant klokkan 8 og er sjálvandi ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin við. Umboð fyri Góðan morgun Føroyar verður Jákup Magnussen. Siglingin hjá Strandfaraskipum Landsins millum Hvannasund, Fugloy og Svínoy er hart rakt av óhappum og skaðum. Hvørki Ritan ella Súlan eru í sigling í løtuni, tí bæði skipini hava fingið skaða. Ritan fekk stóran skaða, tá hon bar við land á Kirkju fyri hálvari triðju viku síðani. Ritan misti róðrið, sum datt av og fór niður fyri klettin á Kirkju. Froskmenn frá JT kaving funnu róðrið aftur á 10 12 metra dýpi. Róðrið verður í løtuni umvælt, og skipið væntast aftur í sigling hósdagin. Súlan eisini skaða Meðan Ritan verður umvæld, hevur Súlan røkt sigilingina, men fríggjadagin fekk eisini Súlan skaða. Strandferðslan veit ikki, hvussu umfatandi skaðin á Súluni er, men væntandi verða bæði Ritan og Súlan liðugt umvæld í hesi vikuni. Í løtuni røkir Froyur siglingina millum Hvannasund, Fugloy og Svínoy. Teistin aftur seinkaður Siglingin um Skopunarfjørð hevur eisini verið darvað, eftir at Teistin fekk skaða fyri hálvari triðju viku síðani, tá skammlop var í elmotorinum til bógskrúvuna. Mett varð, at umvælingin fór bara at taka eina viku, men hetta hevur víst seg ikki at halda. Nú væntar Strandferðslan, at Teistin verður klárur aftur í næstu viku. Ternan røkir siglingina um Skopunarfjørð. Í morgin verður aftur rættarfundur um sakarmálið móti fyrrverandi stjóranum í Injector Trawlerdoors, Jan Allan Mu ller, sum er ákærdur fyri svik. Fýra vitni skulu avhoyrast í morgin, sigur ákærin, Anja Hedegaard Nielsen hjá Sydøstjyllands politi. Hesi eru seinastu vitnini í málinum. Síðani eru tríggir dagar settir av í november, 12., 13. og 14.november. Anja Hedegaard Nielsen veit ikki, nær dómur fellur í málinum. Roknskaparleiðarin hjá Injector Trawldoors er eisini ákærdur í málinum. Báðir teir ákærdu nokta seg sekar. Sambært ákæruvaldinum er talan um svik fyri átta milliónir krónur. Alivinnan eigur at sleppa undan serliga partafelagsskattinum, sum er hálvt triðja prosent. Tað er neyðugt, skulu føroyskir alarar kunna kappast við alarar í øðrum londum. Í uppskotinum um nýggjan alipolitikk hjá Vinnumálaráðnum stendur, at ein og hvør kostnaður, sum verður lagdur á alivinnuna, ger kappingarførið verri. Í Noregi hevur alivinnan ongan serligan partafelagsskatt. Tí mælir Vinnumálaráðið til, at alivinnan verður skattað sum onnur vinna. Alivinnan skal eins og nú framvegis gjalda fyri at fáa loyvi, fyri eftirlit og fyri at umsita alilóggávuna, sigur Vinnumálaráðið. Nýggj aliloyvi verða seld tí, sum bjóðar mest fyri tey. Nýggj aliloyvi eystan fyri Føroyar og vestan fyri Sandoynna verða boðin út eina ferð í framtíðini. So hvørt sum tøknin at ala á opnum havi gerst meira og meira framkomin, eru øki á innaru landleiðini, sum kunnu nýtast til aling. Sum dømi kunnu nevnast stórir partar av økinum eystan fyri Føroyar og økið vestan fyri Sandoynna. Hesi øki skulu lýsast leys eftir galdandi reglum. Tað stendur í uppskotinum um nýggjan alipolitikk, sum Vinnumálaráðíð hevur sent til hoyringar. Aliloyvi, sum longu eru lutað út, eru kapitaliserað, millum annað við uppkeypi eftir húsagang. Loyvini seljast hægstbjóðandi Men hetta er ikki galdandi fyri tey nýggju aliøkini og fyri leysar alifirðir. Tað almenna eigur tí at krevja inn gjald fyri hesi aliloyvi, tá tey verða lutað út fyrstu ferð, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður. Og frægasti mátin er at lata aliloyvi til hægstbjóðandi. Vinnumálaráðið ætlar eisini, at verandi alifirðir verða víðkaðir, men meginreglan ein alari ein fjørður verður óbroytt. Loyvið verður ikki lýst leyst, tá verandi alifjørður verður víðkaður. Og sambært uppskotinum hjá Johan Dahl skulu bara loyvini at ala á sjónum telja við, tá gerast skal upp, hvussu nógv prosent av alingini, hvør einstakur eigari hevur. Hámarkið verður tó óboytt, 50 prosent. Nýggi alipolitikkurin kemur fyri tann, sum Vinnumálaráðið gjørdi í 2005. Sambært uppskotinum skal føroyska alivinnan virka í fríari, altjóða kapping. Hóast BLF, Búskapar og løgfrøðingafelagið, hevur 200 limir, væntar nevndin í felagnum ikki, at felagið verður ført fyri at velja ein lim í nýggja Gjaldstovuráðið. Felagið sigur í hoyringarsvari, at limir felagsins, sum arbeiða hjá tí almenna, arbeiða í Fíggjarmálaráðnum, á stovnum beinleiðis undir Fíggjarmálaráðnum ella í øðrum aðalráðum. Hini arbeiða í bankum ella tryggingarfeløgum, og kunnu tí heldur ikki veljast í Gjaldstovuráðið sambært lógaruppskotinum. Mæla frá at avtaka Landsbankan BLF mælir eisini frá at leggja niður Landsbankan, áðrenn greiningar eru gjørdar, sum siga, hvør avleiðingin verður. Sum støðan er, veit løgtingið ikki greitt, hvat hendir, um tað samtykkir at strika Landsbankan, sigur BLF. Heldur ikki Føroya Grannskoðarafelag metir seg kunnu velja nakran av sínum limum í nýggja Gjaldstovuráðið. Í hoyringarsvari hevur felagið hjá grannskoðararnum boðað frá, at allir teirra limir eru at meta sum ógegnigir at sita í ráðnum. Sambært uppskotinum hjá fíggjarmálaráðnum skuldu trý umboð sita í Gjaldstovuráðnum eitt úr Búskapar og løgfrøðingafelagnum, eitt úr Føroya Grannskoðarafelag og eitt úr Føroya Advokatfelag. Áhugin fyri Páli Joensen var stórur undir Olympisku leikunum í London. Hvussu ber tað til, at ítróttarfólk úr so lítlum landi kann kappast við tey bestu, vóru tað mong sum spurdu. Hendan spurningin setti bretski journalisturin, Louis Bamber, eisini, og hann gjørdi tí av at gera eina vangamynd av Páli. Tað sum kom burtur úr er ein søga um ein ungan vábing, sum hevur sum meginreglu, at skal nakað eydnast, má hart arbeiðið verða grundarlagið. Afturat hesum innslagnum hevur 3 2 eisini hitt Pál Joensen í Danmark, har hann nú býr og venur. Pál greiður frá, hvussu tað er at koma til nýggjar umstøður, og hvussu tað er at hava nýggjan venjara. Øll trivnaðarnevndin í løgtinginum tekur undir við uppskotinum frá Javnaðarflokkinum til samtyktar um at seta tiltøk í verk til tess at venda skeivu gongdini, tá ið ræður um fráflyting og burðaravlop. Nevndin er samd um, at hetta er eitt sera týdningarmikið mál, og undir vigerðini hevur trivnaðarnevndin eisini fingið greiðar ábendingar um, at øll landsstýrisfólkini taka trupulleikan í størsta álvara, og vilja gera sítt til at betra um støðuna á sínum øki. Hevur broytingaruppskot Trivnaðarnevndin vísir tó á, at ósamsvar er í uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum mótvegis tingskipanini, og tí hevur nevndin gjørt eitt broytingaruppskot. Trivnaðarnevndin skjýtur upp, at tingið skal heita á landsstýrið um at fyrireika og leggja fyri tingið frágreiðing um, hvørji tiltøk skulu setast í verk til tess at venda hóttandi gongdini við áhaldandi fráflyting, fallandi burðartali og minking í fólkatalinum. Faklig nevnd Trivnaðarnevndin skjýtur eisini upp at, at tingið skal heita á landsstýrið um at seta eina fakliga nevnd at útgreina orsøkirnar og avleiðingarnar av gongdini, og koma við eini tilráðing um, hvørji stig muna best at røkka hesum endamáli, bæði við stuttari og langari freist. Sambært uppskotinum skal landsstýrið leggja frágreiðing fyri tingið fyri 1. apríl 2013 saman við uppskotum um langtíðar íløgur og politisk átøk at røkka endamálinum, við breiðari undirtøku í allari politisku skipanini, sum tað stendur í uppskotinum frá trivnaðarnevndini. Málið kemur til 2. viðgerð í tinginum fríggjadagin. Pappírsútgavan av Kunngerðablaðnum, sum er komin út síðani 1988, fer nú í søguna. Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, hevur skotið upp fyri tinginum, at Kunngerðablaðið verður givið út talgilt 1. januar 2013. Løgingið játtaði fyrr í ár 600.000 krónur at menna eina talgilda skipan, har allar løgtingslógir og kunngerðir, reglugerðir og aðrar almennar fyriskipanir verða skrásettar, goymdar og kunngjørdar. Bíligari at talgilda blaðið Við árunum er pappírsútgávan av Kunngerðablaðnum vorðin rúgvismiklari, tí eitt nú er vorðið meiri vanligt, at ES reglur verða settar í gildi í Føroyum, og tær fylla nógv í blaðnum. Hetta merkir samstundis, at kostnaðurin at prenta Kunngerðablaðið hækkar støðugt. Tí verður peningur at spara, um blaðið verður talgilt, og tá fer eisini at bera til at lýsa rundskriv og leiðbeiningar, sigur Kári P. Højgaard í viðmerkingunum til uppskotið. Málið kemur til 1. viðgerð í tinginum fríggjadagin. Í Vinnumálaráðnum verður arbeitt av øllum alvi fyri at fáa greiði á, um privat feløg vilja gera Skálafjarðartunnilin. Tí ætlanin er, at eitt privat felag skal fíggja, byggja og reka tunnilin. Og landið skal ikki veðhalda fyri pengunum. Tað sigur Rúni Joensen, aðalstjóri í Innlendismálaráðnum Peningur settur av Landsstýrið hevur samtykt at seta seks milliónir krónur av á fíggjarlógini, næsta ár, og aðrar seks milliónir í 2014, ella tilsamans 12 millónir krónur Pengarnir skulu nýtast til at kanna, um áhugi er at fara undir at gera tunnilin. Og talan verður um privata fígging, sigur aðalstjórin. Útlendskir ráðgevar eru við í arbeiðinum. Talan er um somu ráðgevar, sum hava verið við í arbeiðinum frá byrjan, sigur Rúni Joensen. AElig tlanin er at gera eitt prospekt, eina ætlan fyri arbeiðið, og tað skulu fíggjarmarknaðirnir kunnast um. Og tað skal gerast í hesum árinum, sigur aðalstjórin. Vísa felag ella feløg ætlanini áhuga, verður farið undir samráðingar um at gera tunnilin. Rúni Joensen sigur, at ætlanin er at bera skjótt at, og longu tíðliga næsta ár skal greiði verða fingin á, um ætlanin kann gerast veruleiki. Kostar 1,2 milliardir krónur Mett verður, at Skálafjarðartunnilin fer at kosta eina til 1,2 milliardir krónur at gera. Og aðalstjórin heldur tað ikki vera óhugsandi, at ætlanin kann fíggjast í norðurlondum. Gamla felagið, Pf. Skálafjarðartunnilin, er ikki við í arbeiðinum longur. Felagið varð lýst til sølu, men landið hevur ikki áhuga í tí felagnum. Felagið fekk onga fígging, og tí fer Vinnumálaráðið sjálvt at leita eftir fígging. Fáast áhugaðir íleggjarar at gera Skálafjarðartunnilin, so stendur tað til tað felagið, um tað hevur áhuga í tí vitan, sum Pf. Skálafjarðartunnilin hevur. Fleiri taka seg saman Hvørjum leisti, Skálafjarðartunnilin verður gjørdur eftir, er ikki greitt, sigur Rúni Joensen. Er áhugi, kann tað gerast við, at eitt felag tekur sær av ætlanini, men tað kann eisini gerast við, at fleiri feløg taka seg saman um ætlanina. Og talan kann bæði gerast um føroysk og útlendsk feløg, sigur Rúni Joensen. BankNordik bjóðaði sær einaferð til at standa fyri at fíggja Skálafjarðartunnilin, men treytin var, at bankin fekk trygd í Vágatunlinum og í Norðoyatunlinum. Tann loysnin verður ikki framd, tí landið skal ikki vera partur av ætlanini, sigur Rúni Joensen, aðalstjóri í Innlendismálaráðnum Bank Nordik hevur í dag sagt 14 fólkum úr starvi, harav átta í Føroyum. Orsøkin til uppsagnirnar er tillaging av miðfyrisiting og leiðslubygnaði bankans, ið skal gerast meira einfaldur, sum liður í at reka bankan so lønsamt og kappingarført sum gjørligt, sigur BankNordik. Yvirtøkan av Amagerbankanum hevur kravt nógv tilfeingi til at sameina deildir, starsvfólk og tænastur. 560 fólk eftir Hetta er nú framt, og bankin hevur tí avgjørt at tillaga bygnaðin, soleiðis at leiðslubygnaður og miðfyrisiting bankans hóska til vanliga raksturin, sigur BankNordik í tíðindaskrivi. Síðani juni er starvsfólkatalið í BankNordik minkað við 23 fólkum, og nú starvast 560 fólk í Bankanum. Nú starvsfólkatalið er fækkað, verða spardar einar 15 milliónir krónur árliga. Bankin væntar framvegis eitt úrslit fyri skatt, virðisjavna og sektorútreiðslur, sum verður millum 80 og 140 milliónir krónur í ár. Í New York gera tey seg til reiðar, nú ávarað er um ógvusligt ódnarveður. Ódnin Sandy væntast at raka stórbýin í dag, og myndugleikarnir taka eingi óráð fyri. Skúlar og arbeiðspláss eru stongd, handlar hava latið aftur, og eisini keypsskálin á Wall Street er afturlatin í dag. Fólk keypa inn undir seg vatn, breyð og aðrar gerandisvørur. Um 400.000 fólk eru flutt burtur í býarpartinum Manhattan og hava fingið boð um at leita sær skjól aðrastaðni. Tey hava fyribils fingið innivist á skúlum og í ítróttarhallum í býnum. Almenna ferðslan steðgað Í gjárkvøldið steðgaði øll almenn ferðsla til og úr New York, bæði tok og bussar, og einki bendir á, at ferðslan kemur í rættlag aftur, fyrr enn ódnin er hasað av. Eisini loftferðslan er nógv darvað. Forsetin, Barack Obama, og guvernørurin í New York, Andrew Como, hava ávarað fólk um ikki at undirmeta ódnarveðrið. Sambært veðurforsagnunum kann talan gerast um eitt tað ringasta ódnarveðrið í mong ár. Tí hevur guvernørurin givið tilbúgvingarmyndugleikunum boð um at fyrireika seg væl og vera tilbúgvin, tá ódnin brestur á. Ódnin Sandy hevur longu kravt okkurt um 70 mannalív í Karibiska havinum, og verður mett sum ein tann ringasta ódnin nakrantíð. Fólk í Sandvík noyðast at bíða leingi eftir nýggjum ferðasambandi við umheimin. Ið hvussu so er meira enn tíggju ár. Nýggjur tunnil millum Sandvík og Hvalba bíðar eftir møguligum Suðuroyartunli, sum skal koma upp í Sandvík. Hesar fortreytir gera, at nýggjur Sandvíkartunnil er raðfestur árini 2023 til 2026. Tað sigur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, sum hevur svarað spurningum frá Sirið Stenberg, løgtingskvinnu, um Sandvíkartunnilin. Kári P. Højgaard sigur tó, at tunnilin til Sandvíkar fær eins og allir aðrir tunlar í landinum trygdarútgerð. Fartelefon og rýmingarljós AElig tlanin er eisini at leggja fartelefonsamband, rýmingarljós og eldsløkkjarar í tunnilin. Merkingin verður samstundis dagførd. Landsstýrismaðurin sigur tó ikki, nær alt hetta verður gjørt. Hann sigur bara, at ferðslan og verandi støða í tunlunum avgera, nær teir verða dagførdir. Sandvíkartunnilin varð gjørdur í 1969. Hann er 1500 metrar langur og bæði smalur og lágur. Breiddin er bara 3,30 metrar og hæddin 3,20 metrar. Øll manningin, 14 mans, á norska fiskiskipinum Kamaro noyddist at leypa í havið, men varð tikin upp í tyrlu í ódnarveðri á leiðunum út fyri Finnmørkini í dag. Fimm av manningini eru føroyingar, skrivar norska blaðið VG. Manningin er flogin inn til høvuðsbjargingarmiðstøðina í Norðurnoregi, og sambært VG veit alt væl við hjá manningini. Tvær tyrlur vóru við í bjargingararbeiðnum. Maskinskaða týsdagin Kamaro fekk maskinskaða týsdagin, og varð tikin upp á sleip, men mikukvøldið øtlaði hann veðrið, og tí varð sjóverjan boðsend at sleipa. Í dag er ódnarveður, og aldurnar upp í 15 metrar. Fyrrapartin fekk reiðaríið at vita, at manningin vildi sleppa av skipinum, og tí vórðu bjargingartiltøk sett í verk. Í fyrstu atløgu varð roynt av taka menninar upp av dekkinum á Kamaro, men av tí at skipið rullaði so illa, varð tað hildið at vera tryggari, um manningin leyp í havið, og síðani varð bjargað úr sjónum. Manningin á Kamaro er komin til lands í øllum í góðum, og fer á eitt gistingarhús í Hammerfest at vera, skrivar VG. Uppskot er nú lagt fyri tingið um at gera tunnil til Viðareiðis og tilhoyrandi vegir fyri tilsamans 150 milliónir krónur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, sum hevur lagt uppskotið fram, sigur, at endamálið við verkætlanini er serliga at tryggja hóskandi farleið til Viðareiðis. Kann taka trý ár Tunnilin úr Hvannasundi til Middals verður 1850 metrar, og tilhoyrandi vegir, millum annað út Middali til Viðareiðis, verða fýra kilometrar tilsamans. Arbeiðið kann verða liðugt eftir trimum árum, treytað av neyðugari játtan og loyvum. Í langtíðarætlanini er játtanin tilsamans átta ár, frá 2012 til 2019. Á fíggjarlógini í ár eru fimm milliónir krónur settar av til farleið til Viðareiðis, og harumframt eru slakar tvær milliónir fluttar frá 2011. Arbeiðið at projektera Viðareiðistunnilin við tilhoyrandi vegum er í gongd, og gongst sum ætlað, kann arbeiðið bjóðast út í mars næsta ar. Flemming Christensen stóð á odda fyri ÍF liðnum sum bleiv nummar tvey í ár. Men hóast ÍF vildi hava danan at halda fram, bar ikki til at koma til semju um nýggjan sáttmála. Tí skal ÍF nú til at finna sær nýggjan venjara. Flemming hevur gjørt eitt megnar arbeiði í felagnum í 2012, og ÍF leiðslan vildi sjálvsagt hava hann at halda fram í felagnum. Hann fór av landinum beint eftir kappingina, fyri at verða saman við familjuni í nakrar dagar, og hugsa seg um, um hann vildi halda fram í ÍF. Flemming hevur tikið støðu til hetta, og tíverri fyri ÍF valdi hann at flyta niðuraftur til Bagsværd, so hann fær brúkt meir tíð saman við familju síni. Løgtingið fer á fundi fyrrapartin at viðgera spurningin, um tað skal bera til hjá lesandi at sleppa upp í arbeiðsloysisskipanina beint eftir loknan lestur. Javnaðarflokkurin eigur uppskotið til samtyktar, sum heitir á landsstýrið um at bera so í bandi, at lesandi kunnu fáa arbeiðsloysisstuðul frá ALS, beinan vegin tey eru liðug at lesa, um tey ikki fáa arbeiði. Noyðast at gjalda fyrst Eftir galdandi skipan, skal tú hava verið í arbeiði og hava goldið í arbeiðsloysisskipanina í eina tíð, áðrenn rú hevur vunnið sær rætt til at fáa pengar goldnar út úr skipanini. Á tingfundinum fer Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, eisini at svara trimum skrivligum fyrispurningum. M.a. skal hann svara, um ætlanir eru at geva pensjónistum, ið ferðast við bili, sama møguleika fyri avsláttri við strandfaraskipunum sum teir pensjónistar, sum ikki ferðast við bili. Ábendingar eru um, at væl av toski og hýsu eru komin undan gýtingini í ár. Hetta er fyribils úrslitið av yvirlitstrolingunum, sum fiskirannsóknarskipið Magnus Heinason gjørdi í september, upplýsir Havstovan. Av tí at skipið hevði tekniskar trupulleikar, vórðu trolingarnar í ár nakað seinni, enn tær hava verið undanfarin ár. Men tær vístu, at nógvur toska og hýsumurtur var í trolinum, og hetta gevur vónir um góðar árgangir. Fyribilsúrslitið skal takast við fyrivarni, tí ikki fyrr enn um tvey ár fæst veruliga at vita, hvussu stendur til við toskaárganginum í ár. Viðvíkjandi hýsuárganginum fæst ein ábending um, hvussu gýtingin hevur hilnast, tá yvirlitstrolingar vera næsta ár, sigur Havstovan. Leiðslan í gamla Eik Banka fær av grovfílini fyri sín leiklut í stóru byggiætlanini Undir Kongavarða á Argjum. Leiðsla og nevnd í bankanum vóru fullgreið yvir, at talan var um eina sera váðafulla verkætlan, tí felagið, sum stóð fyri verkætlanini, var lítið, og kom ikki sjálvt við pengum. Tað kemur fram í stevningini móti ovastu leiðslu, nevnd og grannskoðara í gamla Eik Banka, sum Dimmalætting hevur fingið fatur á. Avdráttarfrítt lán Í stevningini er Carsten Fode, advokatur hjá Fíggjarligum Støðufesti, komin til ta niðurstøðu, at fíggingin til stóru byggiætlanina undir Kongavarða varð latin sum eitt avdráttarfrítt lán við ongari trygd. Talan var í fyrstu atløgu um 125 milliónir krónur til fyrsta byggistig, umframt 45 milliónir krónur, ið bankin læt smápartafelagnum Valbjørn Dalsgarð, tí fyrsta byggistig gjørdist dýrari enn upprunaliga mett. Sambært Dimmalætting vísir Carsten Fode í stevningini móti bankaleiðsluni eisini á, at Marner Jacobsen, forstjóri, var við í viðgerðini av málinum, hóast hann var ógegnigur, tí kona hansara er í ætt við Valbjørn Dalsgarð. Fiskanøgdirnar minkaðu, og virðið á fiskinum minkaði eisini tríggjar teir fyrstu ársfjórðingarnar í ár, samanborið við somu tíð í fjør, vísa tøl frá Hagstovuni. Í báðum førum var afturgongdin seks prosent. At kalla sama nøgd av botnfiski varð landað fyrstu tríggjar ársfjórðingarnar í ár. Tó var afturgongdin umleið eitt prosent. Men afturgongdin hevði verið størri, um 2011 var eitt vanligt ár. Í fjør vóru bæði verkbann og húsagangur í vinnuni. Ein triðingur minni 30 prosent færri av toski og hýsu eru landað í ár. Hinvegin dregur upsafiskiskapurn uppeftir, og tí er botnfiskanøgdin á leið tann sama sum í fjør. Avreiðingarvirðið fylgir so dánt við broytingunum í nøgdini. Hetta er tekin um, at fiskaprísirnir hava verið eitt sindur lægri enn í fjør. Av flatfiski er meira enn tvífalt so nógvur svartkalvi landaður í ár, meðan væl minni av havtasku er landað sammett við 2011. Gulllaksurin, sum vigar nógv í samlaðu nøgdini, er minkaður við einum fjórðingi. Av skeljadjórum er nøgdin vaksin eitt sindur, men virðið er minkað niður í helvt. Nøgdin av rognum, sili og livur er vaksin við tveimum triðingum, men virðið er næstan tvífaldað. Helle Thorning Schmidt, forsætisráðharri, hóttir við at nýta sýtingarrættin móti fíggjarætlanini í ES, fær Danmark ikki eina milliard krónur í avsláttri fyri limaskapin í ES. Tað gjørdi forsætisráðharrin greitt á einnum fundi í fólkatingsins evropa nevnd í dag. Vit skulu hava avsláttur. Fáa vit ikki tað, noyðast vit at brúka sýtingarrættin. Tað er sera, sera einfalt, sigur Helle Thorning Schmidt, sambært Ritzau. Halda fast við kravið ES fer í næsta mánaði at leggja fíggjarætlan fyri næstu árini. Vit hava alla tíðina sagt, at vit vilja ikki gjalda fyri, at tey ríku londini fáa avsláttur. Vit skulu hava eina milliard í avsláttri, og tað fara vit at samráðast um í november. Tað merkir eisini, at vit fara at fara at halda fast um kravið, sigur forsætisráðharrin. Fróðskaparsetrið hevur einki ímóti at átaka sær skrivarauppgávuna hjá Búskaparráðnum. Í hoyringsarsvari til lógaruppskotið um at broyta Búskaparráðið, leggur Fróðskaparsetrið tó dent á, at skal skrivarauppgávan røkjast á Setrinum, so má hetta samskipast við eina tilgongd at menna gransking og undirvísing í búskapi á Fróðskaparsetrinum. Undirvísing og gransking Eisini vísir Setrið á, at tey akademisku størv, ið verða sett á Setrinum til at røkja skrivarauppgávuna fyri Búskaparráðið, eisini lúka krøvini, ið Setrið setir til síni starvsfólk, og tey mugu hava førleika til at undirvísa og granska í búskapi. Fyri at granskingarparturin ikki skal detta niðurímillum, mælir Fróðskaparsetrið í sínum hoyringarsvari til, at gransking eigur at vera nevnd positivt í viðmerkingunum til lógaruppskotið at broyta Búskaparráðið. Verður tað lógarkrav, at fólk, sum arbeiða við børnum og ungum, skulu hava revsiváttan, fer ÍSF eisini at heita á feløg um at krevja slíka revsiváttan frá leiðarum og venjarum. Tað sigur forsetin í Ítróttarsambandi Føroya, Petur Elias Petersen, við heimasíðuna hjá ÍSF. Kynsligur ágangur og harðskapur annars kann ikki sameinast við ítrótt og virðisgrundarlagið hjá ítróttini. Fyri okkum er tað eitt ófrávíkiligt yvirskipað krav, at í føroyskum ítrótti skal vera trygt at vera hjá øllum, sigur Petur Elias Petersen. Verður javnan umrøtt Sambært ÍSF forsetanum er kynsligur ágangur og harðskapur annars javnan til umrøðu við feløgini, í eini roynd at verja fyri, at hetta kemur fyri í føroyskum ítróttarfeløgum. ÍSF hevur sett tveir ítrótta og ungdómsráðgevar í starv, sum vegleiða og kunna feløgini um hetta evnið, sigur Petur Elias Petersen. Poul Hansen, advokatur, hevur lænt Dimmalætting pengar, skrivar Portalurin. Árni Gregersen, ábyrgdarblaðstjóri á Dimmalætting, váttar fyri útvarpinum, at Poul Hansen hevur lænt Dimmalætting pengar við veð í tí, blaðið hevur útistandandi hjá skuldarum. Talan er um eina sonevnda fakturerings avtalu. Í stuttum er talan um ein kassakreditt, sigur Árni Gregersen, sum kortini ikki vil upplýsa, hvussu nógvar pengar, Poul Hansen hevur lænt Dimmalætting. Loysir seg betur Poul Hansen hevur lænt okkum eina upphædd, ið svarar til ein ávísan prosent av tí, vit eiga til góðar hjá okkara skuldarum. Fyri hetta fær hann eina ávísa rentu, útgreinar Árni Gregersen. Poul Hansen sigur við Portalin, at tað loysir seg betur at læna Dimmalætting pengarnar, enn at lata teir standa í bankanum fyri innlánsrentu. Poul Hansen vil heldur ikki upplýsa, hvussu stóra upphædd, hann hevur lænt Dimmalætting. Enn einaferð eru samráðingarnar um makrelin endaðar úrslitaleysar. Eingin semja fekst um býtið av makrelinum á samráðingunum í London millum Føroyar, Ísland, ES og Norra, og staðfestast má, at partarnir framvegis standa langt frá hvørjum øðrum, sigur Fiskimálaráðið. Vísindaligir spurningar Tilmælið hjá ICES um heildarkvotu fyri 2013 varð eisini viðgjørt á fundinum. Nýggjar vísindaligar kanningar vórðu lagdar fram, og partarnir komu ásamt um at heita á ICES at greiða nakrar vísindaligar spurningar, ið kunnu menna grundarlagið undir vísindaliga tilmælinum. Eisini samdust partarnir um at menna samstarvið um felags eftirlit við makrelfiskiskapinum. Í løtuni er ógreitt, nær samráðingar verða aftur um makrelbýtið., tí eingin fundur er ásettur. Samfelagsfrøði skal gerast partur av undirvísingini í fólkaskúlanum. Tað heldur, Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, sum hevur lagt uppskot fyri løgtingið um at broyta fólkaskúlalógina, so allir næmingar í 9. flokki fáa frálæru í samfelagsfrøði. Í viðmerkingunum til uppskotið vísir Eyðgunn Samuelsen á, at tað kann tykjast løgið, at fólkaaskúlin skal búgva næmingin til at liva og virka í einum fólkaræðisligum samfelag, uttan at næmingurin fær frálæru í samfelagsfrøði. Læra einki um samfelagið Sum støðan er í dag, fær næmingurin ikki kunnleika til lærugreinina fyrr enn á miðnámi. Hetta merkir, at næmingar kunnu enda fólkaskúlan í 9. flokki, uttan at hava fingið ein einasta tíma í undirvísing um samfelagið. Eyðgunn Samuelsen vísir á, at vilja vit upplýstar og virknar borgarar, ið vísa áhuga og virknir taka lut í fólkaræðinum, eiga teir at fáa møguleika at ogna sær vitan og innlit í, hvussu samfelagið er skipað, meðan tey eru í fólkaskúlanum. Færri tímar í søgu og samtíð Tað er týdningarmikið at gera samfelagsfrøði til lærugrein í 9. flokki, fyri at fáa næmingarnar at fáa áhuga fyri politikki í ungum árum, soleiðis at tey mennast og skapa sítt egna politiska støði, sigur Eyðgunn Samuelsen í viðmerkingunum til uppskotið. Hon ætlar, at næmingarnir skulu fáa undirvísing í samfelagsfrøði, og at frálærutímarnir í søgu og samtíð verða lækkaðir samsvarandi. Hetta kann gerast við at lækka tímatalið í søgu og samtíð í 9. flokki ella við at endurskoða samlaða tímatalið í lærugreini, heldur Eyðgunn Samuelsen. Løgmaður hevur í dag sett Bjarna Askham Bjarnason í starv sum aðalstjóra í Fíggjarmálaráðnum og Bjørgfríð Ludvig sum aðalstjóra í Vinnumálaráðnum. Bjarni Askham Bjarnason er 45 ára gamal og útbúgvin cand.merc. Hann hevur verið stjóri í Vodafone í 11 ár. Undan hesum hevur hann verið fulltrúi á búskapardeildini í landsstýrinum, og síðani hevur hann verið deildarstjóri í Vinnumálaráðnum. Hann er í løtuni nevndarformaður í Atlantsflogi, KT felagnum og Green Steam. Áður hevur hann verið nevndarformaður í pf. Vágatunlinum. Kemur úr miðfyrisitingini í Havn Bjørgfríð Ludvig er eisini 45 ára gomul, og er útbúgvin cand.scient.adm. Hon hevur seinastu seks árini virkað sum miðfyrisitingarstjóri hjá Tórshavnar kommunu. Undan hesum hevur hon verið fulltrúi á Løgmansskrivstovuni, fulltrúi á Lønardeildini, serfrøðingur í menningardeildini í Føroya Sparikassa, og eisini var hon í nøkur ár fyrisitari í Vinnuhúsinum. Húsalánsgrunnurin broytir navn, og fer nú at eita Bústaðir Føroya bústaðarfelag. Hesum boðar grunnurin frá í tíðindaskrivi fyrrapartin. Endamálsorðingin fyri grunnin er nú at virka fyri, at øll í Føroyum skulu hava møguleika at útvega sær bústað, at tryggja fjølbroytni á bústaðamarknaðínum, at stuðla upp undir veðurlagspolitikk Føroya, og at minka orkutørvin á bústaðamarknaðinum. Fyrstu stigini tikin Bústaðir fara at virka fyri, at áhugafeløg og kommunurnar saman við grunninum skapa nýggjar, kreativar og hóskandi bústaðaloysnir. Fyrstu stigini eru tikin við íbúðabyggingini á Tvøroyri, og væntandi fara einar fimm verkætlanir afturat í gongd í ár. Lógin um Húsalánsgrunnin varð broytt fyri einum ári síðani. Virksemið hjá Húsalánsgrunninum við verandi útlánum og nýggjum orkulánum heldur fram sum higartil, verður sagt í tíðindaskrivinum. Seinnapartin verður fundur aftur í London um makrelin. Og tá tann fundurin er av, eru samráðingarnar av á hesum sinni. Hvussu gongst við samráðingunum, fæst eingin at siga nakað um, men líkt er ikki til, at serlig framstig eru gjørd. Føroyar formansland Tað eru strandarlondini ES, Føroyar, Ísland og Noreg, sum enn einaferð royna at finna eina semju um, hvussu fiskiskapurin eftir makreli skal skipast. Talan er um truplar samráðingar, tí undanfarnu samráðingarumførini hava givið ábendingar um, at partarnir standa langt hvør frá øðrum. Føroyar eru formansland fyri samráðingunum. Russland er boðið við sum eygleiðari. Allar samráðingarnar eru á embætismannastigi og eru í hølunum hjá NEAFC í London. Í føroysku samráðingarnevndini eru umboð fyri Fiskimálaráðið, Havstovuna og vinnuna. Uppskotið um stjórnarskipan Føroya, sum skuldi koma til viðgerðar í løgtinginum í dag, kemur ikki til viðgerðar fyrr enn seinni. Orsøkin er, at Høgni Hoydal og Poul Michelsen, sum løgdu uppskotið fram, bóðu formansskapin um at útseta viðgerðina, tí Poul Michelsen er í farloyvi frá løgtinginum. Grein 25 nevnd Høgni Hoydal sigur, at tað ikki er rætt at viðgera uppskotið, meðan Poul Michelsen er í farloyvi, tí Tjóðveldi og Framsókn hava saman lagt uppskotið fram, og tí Poul Michelsen var formaður í serligu grein 25 nevndini, sum arbeiddi við uppskotinum. Høgni Hoydal sigur, at Poul MIchelsen tekur sæti aftur í løgtinginum um einar tvær vikur, og tá kemur uppskotið til viðgerðar. Formansskapurin skuldi hava fund í morgun at taka støðu til, um uppskotið um stjórnarskipanina skal burturvísast, men av tí sama er tann fundurin útsettur. Frákoyrdu stjórarnir í gamla Eik Banka skuldu hava tilsamans 11,2 milliónir krónur í uppsagnaðarløn og sonevndum gyltum lógvataki . Tað vísa fráfaringaravtalurnar við Marner Jacobsen og Bjarna Olsen, sum Dimmalætting hevur fingið fatur á. Marner Jacobsen, forstjóri, og Bjarni Olsen, stjóri, skuldu sambært hesum avtalum fáa uppsagnarløn í 12 mánaðir hvør, umframt eitt lógvatak svarandi til 18 mánaðarlønir. Ella tilsamans 30 mánaðarlønir í part. Hjá Marneri Jacobsen var mánaðarlønin 185.000 krónur, umframt 18 prosent í eftirløn, meðan Bjarni Olsen fekk 125.000 krónur um mánaðin, umframt 18 prosent í eftirløn. 11 milliónir tilsamans Sostatt vórðu fráfaringaravtalurnar til Marner Jacobsen og Bjarna Olsen ávíkavist 6,7 milliónir og 4,4 milliónir krónur. Harumframt skuldi Marner Jacobsen fáa aðrar ágóðar, svarandi til 185.000 krónur. Eitt tað fyrsta, sum Odd Bjellv aring g gjørdi, tá hann tók við sum nevndarformaður í Eik Banka seinast í september 2010, var at gera fráfaringaravtalur við stjórarnar báðar. Sambært Dimmalætting eru fráfaringaravtalurnar undirskrivaðar av Oddi Bjellv aring g og Tórmundi Joensen, sum tá hevði tikið við sum næstformaður. Fyri einum góðum ári burturvísti nýggi Eik Banki stjórarnar. Dimmalætting metir, at teir tá høvdu fingið løn og eftirløn í níggju mánaðir ella umleið fýra milliónir krónur tilsamans. Seks tinglimir í íslendska altinginum, umboðandi Sjálfstæðisflokkin, Framsóknarflokkin og Samfylkingina, hava lagt uppskot fyri Altingið um at fara undir fyrireikingar at bora tunnil til Seyðisfjarðar. Tinglimirnir vísa á stóra tørvin at bøta um farleiðina um Fjarðarheiðina, sum økið verður kallað. Víst verður á, at tá arbeiðið at bora tunnil til Norðfjarðar er liðugt um eitt ella tvey ár, er Seyðisfjørður einasta pláss eftir í landinum, ið ikki hevur trygga farleið út á íslendska vegakervið. Tinglimirnir heita tí at ráðharran um at fara undir tunnilin til Seyðisfjarðar, so skjótt sum tunnilin til Norðfjarðar er liðugur. Ótíðarhóskandi farleið Í uppskotinum verður víst á, at vegurin millum Seyðisfjørð og Egilsstaðir, sum fer upp í 620 metra hædd, er ótíðarhóskandi. Tað ber ikki til, at vegurin á vetrartíð kann verða stongdur í fleiri dagar. Teinurin er so trupul at koyra eftir í kulda og myrkri, at mong halda seg aftur, siga uppskotsstillararnir. Eisini verður víst á, at Seyðisfjørður er portrið hjá Eysturlandinum út í Evropa við ferðasambandinum hjá Norrønu. Í uppskotinum siga tingfólkini, at tey, ið flyta farm við Norrønu, mugu hava álit á, at tað slepst aftur og fram til Seyðisfjarðar. Tað kemur alt ov ofta fyri, at farmur við Norrønu liggur veðurfastur í Seyðisfirði. Tunnilin fer eisini hava stóran týdning fyri seyðisfirðingar, sum eru bundnir av heilsutilboðum, skúlatilboðum og øðrum almennum tilboðum í grannabýnum Egilsstøðum. Seks umsøkjarar eru til starvið sum aðalstjóri í Heilsumálaráðnum. Freistin at søkja var úti í gjár Fleiri aðalstjórar skulu setast í miðfyrisitingini. Fyrsta dagin verður greitt, hvør verður nýggjur aðalstjóri í Fíggjarmálaráðnum og Vinnumálaráðnum. Freistin at søkja hesi bæði størvini var úti herfyri. 14 umsóknir eru til aðalstjórastarvið í Vinnumálaráðnum, og seks vilja vera aðalstjóri í Fíggjarmálaráðnum. Samráðingarnar um makrelin, sum eru í London, halda fram í morgin sum ætlað. Andras Kristiansen, samráðingarleiðari, sigur, at samráðingarnar eru lidnar fyri í dag. Føroyska samráðingarnevndin fer kortini í kvøld at umrøða støðuna innanhýsis. Og so er avtalað, at partarnir skulu seta seg aftur við samráðingarborðið fyrrapartin í morgin. Andras Kristiansen vil kortini ikki gera viðmerkingar til gongdina í samráðingunum. Royna semju Tað eru strandarlondini ES, Føroyar, Ísland og Noreg, sum enn einaferð royna at finna eina semju um, hvussu fiskiskapurin eftir makreli skal skipast. Talan er um truplar samráðingar, tí undanfarnu samráðingarumførini hava givið ábendingar um, at partarnir standa langt hvør frá øðrum. Føroyar eru formansland fyri samráðingunum. Russland er boðið við sum eygleiðari. Allar samráðingarnar eru á embætismannastigi, og eru í hølunum hjá NEAFC í London. Í føroysku samráðingarnevndini eru umboð fyri Fiskimálaráðið, Havstovuna og vinnuna. Løgtingið hevur samtykt eitt uppskot frá Javnaðarflokkinum um at heita á landsstýrið um at leggja fyri tingið lógaruppskot um skipan við barnaváttanum. Barnaváttanir kunnu verða kravdar, so tey, ið hava verið dømd fyri at gera seg kynsliga inn á børn, ikki kunnu starvast við børnum undir 15 ár. Barnaváttanin skal, eins og í Danmark, verða latin almennum myndugleikum, privatum fyritøkum og øðrum stovnum, har fólk starvast við børnum undir 15 ár. Nógv verða misnýtt Javnaðarflokkurin sigur, at altjóða kanningar vísa, at millum 10 25 prosent av fólkinum er fyri kynsligum ágangi sum børn. Hetta er ivaleyst eisini umfatandi trupulleiki í Føroyum, sigur flokkurin. Ein samd rættarnevnd tók undir við uppskotinum, sum varð samtykt við 19 atkvøðum fyri og ongari ímóti. Atlantic Petroleum boðar í dag frá, at farið er undir at bora Polecat avmarkingarbrunnin. Sostatt er felagið í løtuni við í trimum leiti og avmarkingarboringum. Loyvið, har brunnurin verður boraður, liggur skamt frá framleiðandi leiðunum, Ettrick og Blackbird, ið Atlantic Petroleum eisini eigur part í. Pallurin Transocean GA III borar brunnin, og tað fer at taka umleið 50 dagar at bora. Atlantic Petroleum eigur 20 prosent av loyvinum, og fyristøðufelagið Nexen eigur hini 80 prosentini. Umframt Polecat brunnin er Atlantic Petroleum eisini við í Brugdu boringini í føroyskum øki og Spaniards East leitingarbrunninum í bretskum øki. Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, sigur, at tørvur er á betri útgerð at verja náttúruríkidømið kring Føroyar fyri oljudálking á sjónum. Landsstýrismaðurin kunnaði seg í dag um útgerðina, sum er í landinum. Fiskiveiðieftirlitið og Landsverk sýndu útgerðina fram og greiddu frá, hvat hon hóskar seg til. Landstilbúgvingin er ikki serútgjørd til at handfara dálking, ið stendst av tungolju. Greitt varð eisini frá, hvat slag av útgerð tørvur er á til eina hóskandi oljutilbúgving, ið eisini leggur upp fyri føroyska veðurlagnum. LBF Landsfelagið fyri Bjargingarfeløgini, LBF, kunnaði eisini landsstýrismannin um nýggja radiosamskiftisbilin, sum felagið bjóðar almennu myndugleikunum at brúka, tá ein tilbúgvingarstøða tekur seg upp. Kári P. Højgaard ásannar, at landið stendur ikki á berum, men tørvur er á meiri og betri hóskandi útgerð at basa oljudálking, eisini til tess at røkja skyldur Føroya í norðurlendska og arktiska tilbúgvingarsamstarvinum. Landsstýrismaðurin sigur seg vilja arbeiða fyri at fáa játtan til endamálið á fíggjarlógina. Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hava í dag skrivað undir nýggjan trý ára sáttmála. Hann hevur somu lønarhækking, sum varð gjørd í sáttmálanum við Fíggjarmálaráðið. Sáttmálin gevur limum hjá Starvsmannafelagnum, sum starvast hjá kommunum, 440 krónur í lønarhækking fyrsta árið til mánaðarlønir, ið eru lægri enn 32.000 krónur, mánaðarlønir 50.000 krónur og hægri hækka ikki. 1. oktobur næsta ár hækkar lønin aftur 190 krónur pluss 0,9 prosent, og 1.oktobur 2014 er lønarhækkingin 1,9 prosent. Munurin í lønarhækkingini differinteringin dettur burtur í 2013. Harumframt eru ymsar ásetingar komnar í semjuna, sum bara eru galdandi fyri kommunala økið, til dømisfyri sløkkiliðsfólk, dagrøktarar og SEV. Eisini eru partarnir samdir um í felag at fara undir at skipa fyri átøkum, sum kunnu økja um trivnaðin í tí kommunala geiranum. Tað hendir ikki stórvegis í makrelsamráðingunum í London, og tað er ikki óhugsandi, at samráðingarnar slitna, áðrenn tíðin, sum er sett av til samráðingarnar, er úti. Tað staðfestir Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, eftir at samráðingarfólkini fyrrapartin aftur fóru at tosa saman. Fyrrapartin hava samráðingarleiðararnir tosað saman, og tá ivi hevur verið, hava teir tosað við hini, sum eru við. Nú sita samráðingarnevndirnar hvør sær, og seinnapartin fara partarnir aftur at tosa saman. Hava somu samráðingarnevnd Tað hendir ikki tað stóra í samráðingunum í London, og tað er ikki óhugsandi, at partarnir velja at fara hvør til sítt, sigur landsstýrismaðurin. Tað eru bert Føroyar, sum hava somu samráðingarfólkini til allar samráðingarnar, tað er til sild, makrel og svartkjaft. Øll hini londini broyta sínar samráðingarnevndir alt eftir, hvørt fiskaslag samráðst verður um. AElig tlanin hevur verið, at samráðingarnar um makrelin skuldu vara til í morgin, men í løtuni er tað óvist. Formansskapurin hjá løgtinginum fer í morgin taka støðu til, um stjórnarskipanaruppskotið, ið Høgni Hoydal og Poul Michelsen hava lagt fyri løgtingið, skal burturvísast. Fyrsta viðgerð av uppskotinum er sett á dagsskrá til løgtingsfundin í morgin. Men uppskotið er ikki løgfrøðisliga eftirkannað, hóast tað er lagt fram. Fyri tingfundin í morgin skal formansskapurin taka støðu til tilmæli, um málið skal vísast burtur. Nýggja Gjaldstovuráðið fær neyvan nakran løggildan føroyskan grannskoðara sum lim sum Fíggjarmálaráðið annars hevur ásett. Í hoyringarsvari ger Felagið Føroyskir Grannskoðarar greitt, at ongin av løggildu granskoðararnum lýkur gegnisásetingarnar í grannskoðaralógini og fyrisitingarlógini. Felagið vísir á, at í grannskoðaraskránni hjá Skráseting Føroya eru 14 løggildir grannskoðarar skrásettir. Av hesum 14 hevur løgmansskrivstovan kravt, at fimm skulu til endaliga próvtøku um góð tvey ár, annars verður løggildingin tikin aftur. Bert átta at velja ímillum Tað merkir, at tað bert eru átta løggildir grannskoðarar at velja ímillum. Av hesum átta arbeiða fimm hjá grannskoðaravirkjum, sum grannskoða føroyskar peningastovnar. Sostatt eru bara tríggir eftir, sum allir arbeiða á sama grannskoðaravirki, ið grannskoðar eitt lívstryggingarfelag. Sambært felagnum kann ongin av hesum grannskoðaranum sita í Gjaldstovuráðnum, uttan at koma í stríð við grundleggjandi ásetingarnar um óheftni, sum eru galdandi, tá ið ein grannskoðari gevur eina váttan við trygd. Tí kann Felagið Føroyskir Grannskoðarar ikki vísa á nakran løggildan grannskoðara, sum kann sita í nýggja Gjaldstovuráðnum, ið verður sett á stovn, í sambandi við at Landsbankin verður avtikin. Hósdagin setast umboð fyri Klaksvíkar kommunu og Norðoya Sparikassa seg við fundarborðið, í eini roynd at finna eina semju um, hvussu tær báðar ítróttarhallirnar í Klaksvík kunnu rekast víðari. Undan fundinum vil Gunvá við Keldu, borgarstjóri, ikki at siga nakað um, hvørjum kommunan fer eftir í samráðingunum við sparikassan. Hon vísir til samtyktina frá seinasta býráðsfundi, men samtyktin er ikki almenn. Hava fyrireikað til samráðingarnar Gunvá við Keldu sigur, at síðan býráðssamtyktina hevur kommunan arbeitt við fyrireikingum til samráðingarnar við sparikassan. Nógvir spurningar eru at taka støðu til, eitt nú hvussu hallirnar skulu skipast, um kommunan yvirtekur tær. Vit mugu vita, hvørjum standi hallirnar eru í, og hvat skal til fyri at dagføra tær, serliga KÍ høllina. Ein treyt er, at vit eru tryggjað móti óvæntaðum útreiðslum, sigur Gunvá við Keldu, borgarstjóri. Óttin fyri yvirgangi í Noregi er so mikið stórur, at stjórnin hevur kunnað fleiri stórtingslimir um vandan fyri yvirgangi. Løgmálaráðharrin, Grete Faremo, og verjumálaráðharrin, Anne Grete Strøm Erichsen, vóru tann 1. oktober á einum loyniligum fundi við uttanríkis og verjunevndina hjá Stórtinginum, har tær kunnaðu um økta vandan fyri yvirgangi. Tað skrivar Aftenposten. Nevndu nøvnini á islamistum Ráðharrarnir nevndu nøvnini á fleiri islamistum, sum kunnu hugsast at ætla at fremja yvirgang. Sum skilst er hetta fyrstu ferð, at upplýsingar um navngivnar persónar verða latnar á einum slíkum fundi. Við á fundinum vóru eisini umboð fyri fregnartænastuna hjá politinum, PST, og fregnartænastuna hjá herinum. Hildið verður, at umleið 40 persónar í Norra verða mettir at vera møgulig vandamikil yvirgangsfólk. Nøkur teirra eru norðmenn, sum hava vent um til islam. Hini eru fólk, sum eru ættað úr Afghanistan, Pakistan, Irak, Somalia, Tunesia og Algeria. Sambært fregnartænastunum hjá løgregluni og verjuni hevur óttin fyri yvirgangsálopum í Noregi ongantíð verið størri enn í dag, skrivar Dagbladet. Tað gongur framvegis væl hjá føroysku skipunum í makrelfiskiskapinum. Tey royna millum 60 og 100 fjórðingar í ein landnyrðing úr Fugloynni, og fiskiskapurin er góður, upplýsir Fiskiveiðieftirlitið. Okkurt skip hevur fingið oman fyri 100 tons um samdøgrið, og veiðan er reinur makrelur tað er, at stórt sæð einki annað fiskaslag er blandað upp í fongin. Í morgun var samlaða føroyska makrelveiðan í ár komin upp í 104.000 tons, sigur Fiskiveiðieftirlitið. Tróndur í Gøtu er komin á Tvøroyri við 650 tonsum av makreli. Í morgun byrjaðu samráðingar um makrelin í London. Tríggir dagar eru settir av til samráðingarnar. Føroyar krevja størri part av samlaðu makrelkvotuni, men enn eru samráðingarnar ikki komnar so langt, at føroyska kravið er umrøtt. Føroyar vilja hava eini 15 prosent av samlaðu makrelkvotuni. Í farnu viku endaðu samráðingarnar um sild og um svartkjaftin úrslitaleysar. Vilja hava størri part Tá talan er um norðhavssildina, er tað býtið av sildini, sum skilir partarnar. Har er greitt, at Føroyar vilja hava størri part av samlaðu kvotuni. Føroyar hava undir samráðingunum um norðhavssild gjørt hinum londunum greitt, at Føroyar vilja hava samráðingar um eitt nýtt býti av stovninum. Galdandi býtið samsvarar ikki við ta sild, sum er at síggja í okkara sjógvi, og tí taka Føroyar ikki undir við eini avtalu á sama stigi sum undanfarin ár. Føroyska sjónarmiðið varð longu borðið fram undir samráðingunum um norðhavssild í fjør. Avtala er gjørd um, at partarnir fara undir framhaldandi samráðingar um norðhavssildina seinni í heyst. Sleppa ikki at fiska svartkjaft Tá talan er um svartkjaft, er ósemja um atgongd at fiska svartkjaftin.Føroyar hava boðað Noregi frá, at norsk skip sleppa ikki í føroyskan sjógv at fiska svartkjaft. Tað verður gjørt, tí Noreg hevur stongt sítt øki fyri føroyskum skipum, ið fiska makrel. Føroyar eru kortini ikki partur ósemjuni um, hvussu svartkjafturin kann fiskast, og sum útvarpið skilir støðuna í London, so eru tað ES og Noreg sum eru ósamd um svartkjaftin. Nýggj diabetesheildarætlan skal nú gerast fyri Føroyar Karsten Hansen, landsstýrismaður, hevur sett arbeiðsbólk og ein fylgibólk at gera ætlanina. Galdandi diabetesætlan er frá 2003, og hon var eitt gjøgnumbrot, tí leiðreglur vórðu settar, men tíðin er búgvin at gera eina nýggja heildarætlan, sigur Karsten Hansen. Landsstýrismaðurin í heilsumálum sigur, at arbeitt eigur at verða miðvíst við eini tilgongd, har fólk við varandi sjúkum, eitt nú diabetes týpu 2, fáa møguleika at verða lærd at taka ábyrgd av egnari heilsu. Leggur dent á fyribyrging Dentur skal leggjast á fyribyrging, soleiðis at tey, sum hava fingið staðfest diabetes týpu 2, kunnu hava so gott lív við sjúkuni, sum til ber. Serliga verður hugsað um at byrgja fyri fylgisjúkum. Tí verður dentur lagdur á at kunna um týdningin av røttum kosti, støðugari rørslu og harvið trivnað í gerandisdegnum. Í arbeiðsbólkinum sita Kristiana Rein, Diabetesfelag Føroya, Jens Andresen , umboðandi diabetessjúklingar, Dánjal Petur Højgaard, Læknafelagið, Steen Larsen, Kommunulæknafelagið, Durid Johannesen, Diabetesambulatoriið á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, May Britt S. Jacobsen, Sjúkrarøktarfrøðiskúlin, Mariann Patursson, kostráðgevi, og Kristianna Larsen á Lofti, samskipari í Heilsumálaráðnum. Fíggjarligt Støðufesti hevur stevnt leiðsluni, nevndarformanninum og føroyska grannskoðaranum í gamla Eik Banka eftir 150 milliónum krónum í endurgjaldi. Tað skrivar Dimmalætting í dag. Harumframt eru hinir nevndarlimirnir í Eik Banka og danska grannskoðarafelagnum Deloitte procestilvarslet. Tey eru ikki stevnd, men eru knýtt at málinum, skrivar blaðið. Stevningin kemur í kjalarvørrinum av kanningini, sum danski advokaturin, Carsten Fode, gjørdi av viðurskiftunum í bankanum. Kravið avmarkað Tey stevndu eru Marner Jacobsen, forstjóri, Bjarni Olsen, stjóri, Frithleif Olsen, nevndarformaður til 2010, Odd Bjellv aring g, næstformaður og seinni formaður, Hans Laksá, grannskoðari, og grannskoðarafelagið Nota. Dimmalætting skrivar, at tað er ein fíggjarlig orsøk til, at endurgjaldskravið er avmarkað til 150 milliónir krónur, tí sakarmálskostnaðurin er eitt prosent av endurgjaldskravinum. Tað merkir, at Fíggjarligt Støðufesti í hesum førinum skal gjalda hálva aðru millión krónur í sakarmálskostnaði. Stevningin er latin rættinum, men enn er ikki ásett, nær málið kemur til viðgerðar. Hotel Øravík gevst við virkseminum, og bankin, sum hevur veð í bygningunum, fer at lýsa hotellið til sølu. Uni Mortensen, sum hevur rikið hotellið í Øravík seinastu 20 árini, sigur við útvarpið, at hann hevur fingið boð frá peningastovninum um at gevast og flyta út so skjótt sum til ber, so at bygningarnir kunnu lýsast til sølu. Hotellið fekk stóran skaða, tá ein ungur maður í mai mánaði breyt inn á matstovuna, har hann skeyt frá hond og setti eld á. Skaðarnir eru ikki umvældir, og sambært Una Mortensen, er tað, hann kann fáa aftur frá tryggingini, ikki nóg mikið til at seta køkin í stand aftur. Tað hevur ikki eydnast mær at fáa fígging frá bankanum, so tað er ikki annað at gera, enn at steingja, staðfestir Uni Mortensen. Matstovan stongd Síðani hendingina 7. mai hevur hotellið í Øravík havt gistandi kundar, ið eisini hava fingið morgunmat. Men matstovan hevur verið stongd, og júst matstovan hevur verið týdningamesta inntøkukelda hjá hotellinum. Hotel Øravík, ella Gistingarhúsið við Á, ið er veruliga navnið, varð bygt seinast í sekstiárunum av Hans Erik Mortensen. Síðani Hans Erik doyði fyri umleið 20 árum síðani, hevur sonurin Uni, sum í dag er 51 ára gamal, rikið hotellið. Uni Mortensen roknar við, at hann nú flytur av landinum at leita sær arbeiði og vinna sær til lívsins uppihald. Føroyskar fyritøkur, sum ætla at selja matvørur í Kina, skulu skráseta seg á einum serligum lista. Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur sent øllum løggildum fiskavirkjum, frostgoymslum, frystiskipum og verksmiðjuskipum bræv, har hon kunnar um treytirnar at útflyta vørur til Kina. Binda seg til kinesiska lóg Virkir, sum vilja sleppa á Kina listan, skulu millum annað binda seg til at halda kinesiska lóggávu innan matvørutrygd. Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at danska sendistovan í Beijing metir, at tað er lættast at koma á listan nú, hann verður sendur avstað fyrstu ferð, heldur enn at bíða eftir eini seinni dagføring. Freistin at skráseta seg á Kina listanum er 6. november, tað er um góðar tvær vikur. Heilsufrøðiliga Starvsstovan ger listan og sendir hann til Kina. Orsøkin er, at lærarastørvini eru fækkað síðani 2009, tí tímajáttanin til skúlarnar er lækkað, einstakir av smáu skúlunum eru niðurlagdir, og harafturat er næmingatalið í fólkaskúlanum lækkað við út við 400 næmingum síðani 2005. Herálvur Jacobsen, formaður í Lærararfelagnum, sigur við blaðið, at tað er sjálvsagt, at um Læraraskúlin framhaldandi tekur um 30 lærararalesandi inn á hvørjum ári, so verður torført hjá øllum at at fáa starv eftir lokna útbúgving. Hinvegin vísir hann á, at Læraraskúlin kann ikki liggja stillur við jøvnum millumbilum, og sum støðan er nú, átti at verið høvi at skipað fleiri eftir og ískoytisútbúgving til lærarar. Jóhanna Sigurðardóttir, forsætisráðharri Íslands, fegnast um, at úrslitið av vegleiðandi fólkaatkvøðuni um nýggja stjórnarskrá leygardagin gjørdist so greitt. Eg eri nøgd við, at tjóðin gevur Altinginum eitt so greitt svar upp á spurningarnar, sum stórur ivi hevur verið um frammanundan, segði Jóhanna Sigurðardóttir við dagblaðið Visir í gjár. Eisini forkvinnan í nevndini, sum skipaði fyri fólkaatkvøðuni, fegnaðist um úrslitið. Salvør Nordal sigur, at við atkvøðugreiðsluni nýtist Altingið ikki at ivast í, hvat fólkið heldur um spurningarnar, ið vórðu settir. Stór undirtøka fyri at arbeiða víðari Serliga fegnast forkvinnan í stjórnarskipanarnevndini um, at undirtøkan var stór fyri fyrsta spurninginum á atkvøðuseðlinum, nevniliga at heimila stjórnarskipanarnevndini at arbeiða víðari eftir sama leisti. Sjálvstæðisflokkurin, hinvegin, setur spurnartekn við atkvøðugreiðsluna, tí valluttøkan var so lítil, bert um 50 prosent. Vil hava málið avgreitt Jóhanna Sigurðardóttir er nøgd við valluttøkuna. Ið hvussu so er sigur fólkaatkvøðan greitt, hvat íslendska tjóðin heldur um spurningarnar, sigur Jóhanna Sigurðardóttir, sum vil hava málið avgreitt í hesum valskeiðinum hjá Altinginum. Roknað verður nú við, at stjórnarskipanarráðið kann hava eina nýggja grundlóg klára til fólkaatkvøðu til várs. 115.800 íslendingar greiddu atkvøðu leygardagin, er 48,9 prosent. Fótbóltsspælarar, venjarar og fjøðlmiðlafólk hava valt tey sum skuldu heiðrast fyri teirra avrik í 2012 Ársins spælari hjá kvinnum Rannvá Andreasen, KÍ Ársins spælari hjá monnum Clayton Soares, ÍF Ársins stjørnuskot hjá kvinnum Lív Arge, HB Ársins stjørnuskot hjá monnum Páll Klettskarð, KÍ Ársins venjari hjá kvinnum Jacob Thomsen, B36 Ársins venjari hjá monnum Flemming Christensen, ÍF Ársins áleypari hjá kvinnum Rannvá Andreasen, KÍ Ársins áleypari hjá monnum, Clayton Soares, ÍF Ársins miðvallari hjá kvinnum Fríðrún Danielsen, Skála Ársins miðvallari hjá monnum Hallur Hansson, HB Ársins verjuspælari hjá kvinnum Malena Josephsen, KÍ Ársins verjuspælari hjá monnum Marni Djurhuus, EB Streymur Ársins málverji hjá kvinnum Bjarta Johansen, B36 Ársins málverji hjá monnum Jákup Mikkelsen, ÍF Ársins dómari hjá kvinnum Elsa Andreasen Ársins dómari hjá monnum Lars Muller Danski ráðharrin í almannamálum, Karen Hækkerup, hevur lovað grønlendska felagnum fyri sonevndu lógleysu børnini, at skil skal fáast á viðurskiftunum. Og at hon í desember fer at leggja uppskotið fyri fólkatingið. Forkvinnan í grønlendska landsfelagnum fyri lógliga faðirleysu børnini, Tida Ravn, fegnast um, at tað umsíðir fer at eydnast at fáa greiði á viðurskiftunum. Sjálvt uppskotið er ikki almannakunngjørt enn, men Tina Ravn sigur seg hava skilt, at børni, sum eru fødd fyri 1963, fáa loyvi at kenna pápan, og tey fáa eisini rætt at arva hann Arvurin telur ikki mest Hon hevur kortini ikki varhugan av, at arvurin er tað. sum telur mest. Tað er heldur longsulin eftir at kenna sín uppruna, og at verða góðtikin av familjuni. Síðani í 1938 hava donsk børn, sum eru fødd uttan fyri hjúnarlag, havt rætt til at kenna pápan, rætt at nýta navnið hjá honum, og at arva hann. Ikki fyrr enn í 1963 fingu grønlendsk børn sama rætt, í norður og eysturgrønlandi ikki fyrr enn í 1974. Tað hevur við sær, at børn, sum eru fødd undan lógarbroytingini, kenna seg uttan fyri lóg og rætt, tá talan er um uppruna. Tað er ikki greitt, hvussu nógv børn talan er um, men tey eru um 5.000 í tali, sigur Tida Ravn. Føroya Rættur hevur dømt 21 ára gamla mannin, sum gjørdi um seg í Suðuroynni 7. mai, hálvt annað ára fongsul, men hann verður latin leysur longu í dag. Maðurin hevur sitið í varðhaldi í góðar fimm mánaðir, og teir verða drignir frá revsingini. Tað, sum er eftir av revsingini, verður gjørt treytað, og tí verður maðurin latin leysur beinan vegin. Rúsdrekkaviðgerð Hann er dømdur at verða undir eftirliti av Kriminalforsorgini í tvey ár, og skal hesa tíðina bæði í rúsdrekkaviðgerð og í viðgerð hjá sálafrøðingi. Maðurin missir koyrikortið í hálvt fjórða ár, og hann skal gjalda góðar 22.000 krónur til tryggingina fyri skaðan á ein politibil. Eisini skal hann gjalda sakarkostnaðin. Maðurin elvdi eisini til stóran skaða á Hotel Øravík, tá hann millum annað setti eld á inni í matstovuni, og í rættinum varð nevnt, at skaðin er umleið tríggjar milliónir krónur Rætturin tók ikki støðu til endurgjaldsspurningin í dag. Endurgjaldið skal avgerast í einum sivilum rættarmáli fyri seg. Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum. Heimasíðan hjá NSÍ skrivar, at starvsnevndin gjørdi undan kappingarárinum ein eitt ára sáttmála við Kára Reynheim, og avgerð er nú tikin um, at Kári ikki heldur fram sum venjari hjá besta liðnum komandi ár. Undan hesum kappingarárinum vóru tað fleiri sum væntaðu, at NSÍ fór at verða eitt av liðunum sum flutti niður, tí felagið hevði miist nógvar leikarar undan kappingarbyrjan. Hetta bleiv tó ongantíð aktuelt, tí NSÍ fekk tilsamans 31 stig, og endaði á einum sjeynda plássi, sjey stig frá niðurflytingarstrikuni. Í morgin skipa Miðlahúsið og Fótbóltssambandið fyri tiltaki har ársins venjari og spælarar verða valdir. Kári Reynheim er millum teir útvaldu sum kunnu vinna heiðurin sum ársins venjari. Hinir báðir eru Páll Guðlaugsson KÍ og Flemming Christensen ÍF Uppskotið hjá landsstýrinum at broyta heilsutrygdargjaldið vendir sosialt skeivt. Tað sigur Landsfelag Pensjónista, sum í hoyringarsvari vísir á, at Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, mangar ferðir hevur givið lyfti um, at nýggja heilsutrygdargjaldið skuldi verða eitt samhaldsfast gjald, goldið yvir skattin. Sambært lógaruppskotinum skulu øll rinda 160 krónur í grundgjaldi og síðani 0,55 prosent av skattskyldugu inntøkuni til Heilsutrygd. Meiri samhaldsfast gjald Landsfelag Pensjónista mælir í sínum hoyringarsvari landsstýrinum til at sleppa hesum leisti, og í staðin koma við einum uppskoti til heilsutrygdargjald, sum vendir sosialt rætt, og sum er samhaldsfast. Tað kann, sambært Landsfelagnum, gerast við at leggja heilsutrygdargjaldið inn í skattaskipanina, og krevja pengarnar inn sum vanligan skatt eftir sama leisti sum landsskatturin. AElig tlanin hjá landsstýrinum at broyta heilsutrygdargjaldið fær ikki undirtøku, hvørki millum skiparar og navigatørar ella lærarar. Skipara og Navigatørfelagið og Lærarafelagið eru millum feløgini, ið hava fingið lógaruppskotið til hoyringar, og sum higartil hava gjørt sínar viðmerkingar til uppskotið. Eykaskattur Skipara og Navigatørfelagið heldur tað vera skeivt, at ein eyka inntøkuskattur verður settur í verk á henda hátt. Inntøkuskattir eiga bert at verða álagdir í skattalóggávuni. Av tí at Heilsutrygd er ein kravd skipan, er tað heilt órímiligt at krevja ymiskt gjald frá borgarunum, tá allir fáa somu tænastu, sigur felagið. Skipara og Navigatørfelagið sigur í hoyringarsvarinum, at hevur Heilsutrygd tørv á peningi, má mánaðargjaldið hækka, ella eiga endurgjøldini fyri heilivág og læknaviðtalu lækka. Ella kann eitt egingjald leggjast á læknaviðtalur. Heilsutrygd er ikki eitt arbeiðsmarknaðargjald, og tí mæla vit frá at áseta gjaldið í mun til inntøkuna, sigur Skipara og Navigatørfelagið. Hækkar 25 prosent Leisturin hjá landsstýrinum fellur eisini lærarum fyri bróstið. Lærarafelagið vísir á, at fyri ein lærara á endaløn fer gjaldið at hækka umleið 25 prosent. Okkara limir eru ikki í hálønarbólkinum, og fleiri teirra hava ilt við at fáa endarnar at røkka saman frammanudan. Uppskotið hevur tí ta avleiðing, at limirnir fáa eina reallønarniðurgongd og eitt framtíðar gjald, sum er at meta sum inntøkuskattur, sigur Lærarafelagið. Teistin fer ikki í sigling aftur í næstu viku sum ætlað, men umvælingin verður seinkað umleið eina viku. Tað upplýsir, Mouritz Mohr, stjóri á Mest. Arbeiðið at skifta alla el skipanina og stýringina á Teistanum er liðugt, men tá tey royndu bógskrúvuna, var eitt skammlop í el motorinum til skrúvuna, og tað hevur við sær, at Teistin verður seinkaður nakrar dagar. Alt er skift Øll tann gamla el skipanin er skift, og nú eru fimm nýggjar generator eindir settar í maskinrúmið. Haraftrat er ein nýggj, sjálvvirkandi skipan, sum stýrir motororkuni. Frammanundan hevði Teistin tríggjar generator eindir, men nú tær eru fimm, er altíð onkur til at taka. Tí skuldi ikki verið neyðugt at tikið Teistin úr sigling, um brek verður í onkrari eind. Løgtingið játtaði 17,5 milliónir krónur til arbeiðið at uppstiga og klassa Teistan, og kostnaðurin heldur, sigur Mouritz Mohr. Umvælingin av Teistanum byrjaði 13. august, og ætlanin var, at hann skuldi fara aftur í sigling mánadagin. Men tað verður seinkað umleið eina viku. Ternan røkir siglingina fyri Teistan um Skopunarfjørð. Nýggja Airbus flogfarið hjá Atlantsflogi vigar tungt í innflutningstølunum fyrstu átta mánaðirnar í ár. Flogfarið kom til landið í mars mánaði. Frá januar til august varð innflutt fyri tilsamans 4,7 milliardir krónur. Av hesum eru skip og flogfør 1,3 milliardir. Bert eina ferð áður hevur innflutningurin í hesum bólkinum verið oman fyri milliardina, upplýsir Hagstovan. Verða skip og flogfør ikki tald við, er framvegis talan um vøkstur í innflutninginum samanborið við somu tíð í fjør. Vinnan hevur innflutt meiri tilfar og maskinur, men innflutningurin til húsarhaldsnýtslu er minkaður eitt vet. 156 milliónir krónur meiri til tilfar Fyrstu átta mánaðirnar innfluttu vit tilfar til ídnaðin fyri 758 milliónir krónur Tað eru 156 milliónir fleiri enn somu tíð í fjør. Innflutningurin til beinleiðis húsarhaldsnýtslu minkaði 10 milliónir, niður í 803 milliónir. Brennievni er framvegis dýrt, og tað ávirkar eisini innflutningstølini. Vit hava innflutt brennievni fyri 884 milliónir í ár. Tað eru 109 milliónir fleiri enn í fjør Ritan fer væntandi aftur í sigling um mánaðarskiftið. Onnur skrúvan og róðurstamman fingu skaða, tá Ritan í síðstu skuldi leggjast at á Kirkju, og tey verða senda til Danmarkar. Har verður støða tikin til, um skrúvan og róðurstamman umvælast, ella gerast av nýggjum. Umstýringin gekk fyri, og tí bakkaði skipið, til tað bar við land. Funnu róðrið aftur Hitt róðrið á Rituni hvarv eftir óhappið, men í gjár vóru kavarar niðri út fyri lendingini á Kirkju, og teir funnu róðrið aftur. Tað hevur ikki fingið stórvegis skaða og kann helst nýtast aftur. Súlan hevur siglt fyri Rituna, og harafturat hevur Viljin siglt eftir tørvi. Ritan stendur á sleipistøðini í Klaksvík, og gongst sum ætlað verður umvælingin liðug um mánaðarskiftið, sigur Conrad Gaard Joensen, rakstrarleiðari á Strandferðsluni. Nýggi innkomuvegurin til Havnar verður neyvan liðugur fyrr enn í 2020. Tað skilst á einum svari frá Kára P. Højgaard, landsstýrismanni, til Boga Andreasen, sum hevur spurt um málið. Kári P. Højgaard sigur, at ynskiligt hevði verið at framt verkætlanina næstu trý árini, men sambært langtíðarætlanini Á rættari kós er ætlanin at játta 10 milliónir. krónur næsta ár. Síðani verða 16 milliónir játtaðar í 2018, 36 milliónir í 2019 og 42 milliónir krónur í 2020. Í tveimum pørtum Nýggi innkomuvegurin verður býttur í tveir partar. Fyrri partur fer frá Kaldbaksvegnum til Oyggjarvegin, og seinni partur frá Oyggjarvegnum til Velbastaðvegin. Til tess at hava trygga og skjóta farleið verða bert fáar íbindingar á vegateininum, so ferðslan ikki verður blandað saman við ferðsluna á kommunalum vegum, sigur landsstýrismaðurin. Tað skal bera til at koyra frá Kaldbaksvegnum til vestara part av býnum, Velbastaðvegin og ein møguligan flogvøll á Glyvursnesi, sigur Kári P. Højgaard í svarinum til Boga Andreasen. Landsrætturin fer í næstu viku at viðgera eitt mál, sum helst er størsta skattamál í Føroyum. Taks sigur, at talan var um fjalda útluting av vinningsbýti, tá 11 eigarar í partafelagnum Vinnuni í Gøtu á heysti í 2005 seldu síni partabrøv í Vinnuni til sítt egna, nýstovnaða holdingfelag, P.f. 30.september 2005. Sambært Taks áttu teir 11 eigararnir attu at gjalda kapitalvinningsskatt í landskassan fyri søluna, 53,4 milliónir krónur, og tað var eisini niðurstøðan hjá skatta og avgjaldskærunevndini. Rindaðu undir mótmæli P.f. Vinnan góðtók ikki avgerðina hjá Taks og skatta og avgjaldskærunevndini. Eigararnir avgjørdu í fyrstu atløgu at gjalda skattin, 53,4 milliónir krónur, men tað varð gjørt undir mótmæli. Taks varð síðani stevnt. 14. juni í fjør fall dómur, og Føroya rættur gav Vinnuni viðhald. 60 milliónir krónur Føroya rættur dømdi Taks at gjalda Vinnuni peningin aftur við rentu. Tilsamans er rokningin 60 milliónir krónur, tá sakarmálskostnaðurin, tvær milliónir, er íroknaður. Tí er helst talan um størsta skattamál í Føroyum. Taks skeyt dómin inn fyri landsrættin, sum fer at viðgera málið, tá hann kemur til Føroya í næstu viku. Tveir dagar eru settir av til viðgerðina. Nú líður so væl við nýggja røktarheiminum í Vestmanna, at tað ætlandi letur upp tann 1. november. Tað sigur borgarstjórin í Vestmanna, Karl Olsen, við Vágaportalin. Upprunaliga var ætlanin, at røktarheimið skuldi lata upp tann 1. mai í ár, men tað helt ikki. Seinkingin ger, at Kanjon Byggifelag ikki hevur fingið fult gjald fyri byggingina, og fyribils hava vit hildið aftur 1,2 milliónir krónur, sigur Karl Olsen við Vágaportalin. Tey 18 starvsfólkini vórðu sett longu tann 1. september. Leiðari fyri nýggja røktarheimið í Vestmanna er Mia Pedersen. Fíggjarnevndin hevur býtt viðgerðina av fíggjarlógaruppskotinum ímillum sín. Bárður Nielsen, formaður, skal viðgera løgtingið, løgmansfyrisitingina og inntøkurnar, Kristina Háfoss, næstforkvinna, skal viðgera fíggjarmál og mentamál, Jákup Mikkelsen skal viðgera fiskivinnumál, Bill Justinussen vinnumál, Aksel V. Johannesen heilsumál, Eyðgunn Samuelsen almannamál og Rodmundur Nielsen innlendismál. Fyrireika spurningar Tey, sum viðgera ymsu málini, skulu fyrireika spurningar til landsstýrisfólkini, men hini í fíggjarnevndini kunnu eisini seta spurningar, sigur Bárður Nielsen, formaður. Nær fíggjarlógin verður liðug, dugir hann ikki at siga, tí fíggjarnevndin hevur fingið at vita frá landsstýrinum, at nýggjastu inntøkumetingarnar, tá november máður er íroknaður, verða klárar fyrst í desember. Og fyrr enn tað verður álit ikki skrivað, sigur Bárður Nielsen, nevndarformaður. Samráðingarnar um norðhavssildina eru í dag og í morgin í London. Hóast eingin vil vátta tíðindini, so fara Føroyar á fundinum at krevja størri part av norðhavssildini. Kravið verður sett fram í dag ella í morgin. Kravið verður sett fram nú, tí fyrst í næstu viku fara londini aftur at samráðast um makrelin, og tí skulu hini londini kenna føroysku støðuna til sildina, áðrenn samráðingarnar um makrelin byrja. Jacob vestergaard, landsstýrismaður sigur, at ein ætlan er løgd fyri samráðingarnar í London, men hann hevur ongar viðmerkingar til, um Føroyar fara at krevja størri sildakvotu. Stovnurin er minkaður Stovnurin av norðhavssild er í minking. Í 2009 mælti ICES til at fiska 1,6 milliónir tons, men í ár er tilmælið 833.000 tons, ella helvtina minni. Hóast tað, so er lutfalsliga meiri sild í føroyskum sjógvi. Tað er aftur staðfest í summar, tí fiskiskapurin eftir makreli hevur verið darvaður av nógvu sildini. Noreg hevur nógv størstu sildakvotuna í ár, 508.000 tons. Russland eigur 107.000 tons, ES 54.000 tons, Føroyar 43.000 tons og Ísland 21.000 tons. Landsrætturin fer nú at viðgera eitt sakarmál um starvsfólkapolitikkin hjá løgtinginum Fyri einum góðum ári síðani frídømdi Føroya rættur løgtingið í sakarmálinum, sum Kári á Rógvi, fyrrverandi løgtingsmaður, byrjaði móti arbeiðsgevara sínum, løgtinginum. Kári á Rógvi skeyt dómin inn fyri Landsrættin, og málið er á skránni, tá landsrætturin kemur til Føroya í næstu viku. Frídømdi løgtingið Kári á Rógvi stevndi løgtinginum eftir løn fyri tær fýra vikurnar, hann var í pápafarloyvi. Rætturin frídømdi løgtingið. Kári á Rógvi fekk einki lyfti um løn í farloyvistíðini, sigur rætturin. Og hann eigur heldur ikki at fáa løn fyri farloyvistíðina. Rætturin vísir til lógina um barsilsskipan. Sambært henni hava kvinnur serrættindi. Tær eiga einsamallar fyrstu 14 vikurnar, eftir at barnið er føtt. Kári á Rógvi var í farloyvi úr løgtinginum, áðrenn fyrstu 14 vikurnar vóru farnar. Eingin løn Harafturat brúkar løgtingið reglurnar, sum eru galdandi á almenna arbeiðsmarknaðinum. Tær siga, at menn hava rætt til barsilsfarloyvi í ein mánað, men við ongari løn. Og tí segði Føroya rættur, at Kári á Rógvi átti ikki at fáa løn fyri tær fýra vikurnar, hann var í pápafarloyvi. Landsrætturin verður í Føroyum frá 23. oktober til 2. november. Starvsfólkið á amerikansku sendistovuni í Stokkhólmi varð fyrrapartin flutt av sendistovuni, tí hon hevði fingið eitt illgrunavert bræv. Løgreglan vil lítið og einki siga um málið, men ein talskvinna fyri sløkkiliðið sigur við blaðið Expressen, at hvítt pulvur lak úr brævinum. Økið uttan um sendistovuna er byrgt av, og bumbuserfrøðingar kanna innihaldið í brævinum. 150 starvsfólk Umleið 150 fólk starvast á amerikansku sendistovuni í svenska høvuðsstaðnum. Ein talsmaður fyri sendistovuna sigur, at starvsfólkið varð flutt burtur, tí vandi var fyri trygdini, sum hann tekur til. Løgreglan hevur ikki váttað upplýsingar hjá svensku tíðindastovuni, TT, um at hvítt pulvar varð sent sendistovuni, men ein løgreglumaður sigur, at í brævinum var tilfar, sum ikki vanliga verður sent einari sendistovu. Fyrstu átta mánaðirnar í ár útfluttu vit fyri tríggjar milliardir og 170 milliónir krónur. 35 prosent av hesum virðinum komu frá laksi og alifiski, hóast vit hava fingið munandi minni fyri laksin í ár, enn sama tíðarskeið í fjør. Útflutningurin av alifiski í ár er í nøgd vaksin við 31 prosentum, upp í 35.500 tons. Men tann 1,1 milliardin, vit fingu fyri hesi tonsini, eru bert tvey prosent størri í útflutningsvirði enn fyrstu átta mánaðirnar í fjør. Hetta svarar til, at meðalprísurin á alifiski er farin úr næstan 40 krónum fyri kilo í fjør, niður í 31 krónur kilo í ár. Botnfiskurin næststørstur Nýggjastu tølini frá Hagstovuni vísa, at í virði er botnfiskur tað eru í høvuðsheitum toskur, hýsa og upsi næststørsta útflutningsvøran eftir alifiskin. Vit hava útflutt botnfisk fyri 922 milliónir krónur, frá januar til august í ár. Vøksturin er níggju prosent samanborið við í fjør, og í nøgd er vøksturin 10 prosent. Í nøgd er uppsjóvarfiskurin okkara størsta útflutningsvøra, hóast hon er minkað við átta prosentum, niður í góð 120.000 tons fyrstu átta mánaðirnar í ár. Í pengum hava vit útflutt fyri 725 milliónur krónur í uppsjóvarfiski. 18 prosent av samlaða útflutninginum í ár er makrelur, meðan svartkjaftur og laksur eru umleið 15 prosent, upplýsir Hagstovan Søkt verður nú eftir stjóra til Rúsdrekkasølu Landsins. Vinnumálaráðið sigur í starvslýsingini, at høvuðsuppgávurnar hjá stjóranum eru at fyrisita einkarrættin at innflyta og selja rúsdrekka og tryggja kundunum nøktandi úrval og góðsku. Tann, sum verður settur, skal hava hóskandi hægri útbúgving, leiðsluroyndir innan almenna fyrisiting ella privata vinnulívið og viðkomandi royndir. Ikki tænastumannastarv Starvið verður lønt ájavnt 37. lønarflokk hjá Tænastumonnum Landsins, men starvið er kortini ikki tænastumannastarv. Umsóknarfreistin er 5. november. Rúsdrekkasølan hevur seks deildir kring landið. Høvuðsskrivstovan er í Havn, og tilsamans eru 34 fulltíaðrstørv á stovninum. Allan Skaalum var fyribils stjóri á Rúsdrekkasøluni, til hann herfyri fór í starv sum marknaðarleiðari í Atlantic Airways. Rógvi Andrias Fossádal, fíggjarleiðari, er í løtuni virkandi stjóri á Rúsdrekkasøluni. Samtakið Sjófeli, sum umboðar yvir 100 útróðrarbátar og 250 mans, vil hava nýtt svar frá Fiskimálaráðnum, hví útróðrarbátarnir ikki fingu sína egnu makrelkvotu. Hóast samtakið søkti tíðliga í vár, kom einki svar fyrr enn fimm mánaðir seinni, og eftir at kunngerðin um makrelfiskiskapin varð lýst, sigur felagið í skrivi til Fiskimálaráðið. Sjófeli svaraði aftur, at tað fór at gera viðmerkingar til svarið, og tað hevur samtakið nú gjørt. Undantaksstøða Í skrivinum verður sagt, at umsóknin frá Sjófela tók støði í teirri undantaksstøðu, sum botnfiskaveiðan og harvið útróðurin var og er í, at toska og hýsustovnarnir eru søguliga illa fyri, samstundis sum ørgrynna er til av makreli og øðrum uppisjóvarfiski. Í skrivinum sigur Sjófeli, at Fiskimálaráðið í sínum samskifti úteftir vísir eina atferð, ið fær ein at ivast í, hvørt borgarin fær ta rættartrygd, sum myndugleikin skal borga fyri í sambandi við málsviðgerð í ráðnum. Og so vísir samtakið á fleiri viðurskifti, tað ikki kann góðtaka. M.a. at svarið kom næstan fimm mánaðir eftir umsóknina, at svarið ikki kom fyrr enn rykt varð eftir tí, og at kunngerðin varð lýst meiri enn ein mánað frammanundan. Farið av haga Sjófeli sigur tað vera trupult at fyrihalda seg til svarið úr Fiskimálaráðnum, og at síggja til, er ráðið farið av haga í egnari uppfatan av, hvat tað hevur við at gera. Lógin um vinnuligan fiskiskap skilir ímillum tvær heilt ymiskar reguleringsskipanir Regulering innan fyri og uttan fyri fiskidagaskipanina. Hesin skilnaður er knívskorin og er sjálvur ryggurin í lógini, og er ella hevur í hvussu er verið avgerandi fyri alla fyrisiting av føroyskari fiskivinnu síðani 1994. Tikið saman um, er tað okkara uppfatan, at kunngerðin byggir á skeivar fortreytir. Hettar reisir spurningin, hvørt Fiskimálaráðið hevur fakliga førleikan, sum skal til fyri at ráðgeva landsstýrismanninum, ella hvørt talan tvørturímóti er um politiskar avgerðir, sum embætisverkið bert uttan at taka sín fakliga leiklut og sína ábyrgd í álvara av handahógvi hevur lagað til ein hóskiligan løgfrøðiligan búna, sigur Sjófeli millum annað í svarinum til Fiskimálaráðið. Tíðin er komin, at floksins tími kemur aftur á tímatalvuni í fólkaskúlanum. Tað heldur Jónleif Johannesen, fólkaskúlalærari og næstformaður í Føroya Lærarafelag. Hann sigur við heimasíðuna hjá Skúlablaðnum, at tað hevur týdning, at næmingarnir sleppa til orðanna í skúlanum, leysgivið av námsætlanum og krøvum annars. Nógvir spurningar Jónleif Johannesen vísir á, at nógvir spurningar troka seg á, sum tørvur er á at viðgera í skúlanum. Og ráðini eru mong. Tað kann vera spurningar um javnstøðu, harðskap, siðamisbrot, kenslur og kynslív, trivnað, og um vandarnar av royking og rúsdrekka. Jónleif Johannesen heldur tað hava týdning, at næmingarnir koma til orðanna og við egnum orðum kunnu viðgera eitt nú andsfrælsi, tollyndi, javnvirði og fólkaræði. Vilja myndugleikarnir veruliga, at lærarar saman við næmingunum á gevandi hátt samskifta um týðandi evni, má økið raðfestast. Eitt gott boð er at seta floksins tíma aftur á tímatalvuni, sigur Jónleif Johannesen við Skúlablaðið. Skúlaleiðslan á Venjingarskúlanum í Havn vísir avgjørd aftur, at nakað skeivt er farið fram, tá hon noktaði trimum dreingjum í 9. flokki at sleppa við á námsferð til Íslands. Foreldrini kendu avleiðingarnar, men tóku sjálvi avgerð um at melda dreingirnar úr skúlanum og í Kommunuskúlan, sigur skúlastjórin, sum áður hevur noktað at gera viðmerkingar til málið. Venjingarskúlin metti seg tí ikki at hava hvørki skyldur ella ábyrgd mótvegis dreingjunum, sigur skúlastjórin í svari til kæruna, sum útvarpið hevur fingið innlit í. Mentamálaráðið viðger kæruna Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum, sigur, at svarið frá skúlastjóranum er sent foreldraumboðunum, men enn hevur Mentamálaráðið ikki tikið nakra avgerð í málinum. Mentamálaráðið fer fyrsta dagin at viðgera kæruna, sigur hann. Støða skal eisini takast til, um Mentamálaráðið sjálvt skal viðgera kæruna. Foreldrini kærdu Mentamálráðið, tí ráðið, sambært foreldrunum, vísti fullkomið atgerðarloysi, og á ongan hátt royndi at loysa málið, tá tey vendu sær hagar við málinum. Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum. Javnan kemur fyri, at gestir, ið hava samband við sjúklingar, gista í longri tíðarskeið á Sjúklingahotellinum í Keypmannahavn. Reglan hevur verið tann, at um lækni hevur ávíst fylgjara, rindar fylgjarin 150 krónur um dagin fyri uppihald og kost, tó í mesta lagi 1.500 krónur um mánaðin. Einki hámark hevur verið fyri aðrar gestir. Hámarksgjald Nú Sjúklingahotellið Tórshavn er flutt í nýggj hølir á Venøgade, hevur leiðslan í samstarvi við landsstýrismannin í heilsumálum, Karsten Hansen, gjørt av at broyta prísskipanina. Hámark verður sett, hvussu nógv gestir, sum hava samband við sjúklingar annaðhvørt á hotellinum, ella eru innlagdir á sjúkrahúsi skulu gjalda. Ávístur fylgjari 150 krónur pr. persón, max. 1.500 krónur um mánaðin Gisting 600 krónur pr. persón, max. 6.000 krónur um mánaðin Børn 12 17 ár 300 krónur pr. persón, max. 3.000 krónur um mánaðinBørn 0 til 11 ár Ókeypis Tað var í lagi, tá nýggi Eik Banki burturvísti Bjarna Olsen, hóast hann var settur í starv hjá gamla Eik Banka. Tað sigur Føroya Rættur í einum ávegis dómi. Tá endurstovnaði bankin hevur yvirtikið skylduna at gjalda Bjarna Olsen løn sambært fráfaringaravtaluni við gamla bankan, so hevur hann eisini yvirtikið rættin at átala viðurskifti, sum stava frá tíðini hjá gamla bankanum, sigur Føroya Rættur. Fráfaringaravtalur Tá tey í gamla Eik Banka síðst í september í 2010 sóu, hvønn veg tað bar, vórðu fráfaringaravtalur gjørdar við forstjóran, Marner Jacobsen, og stjóran, Bjarna Olsen. Avtalan við Bjarna Olsen segði, at hann skuldi fáa løn í uppsagnartíðini, 12 mánaðir, og síðani fráfaringarløn í 18 mánaðir. Avtalan endaði í rættinum, tí hann hevur stevnt nýggja Eik, Eik Banka Føroya, tí hann varð burturvístur 30. juni í fjør fyri grovliga at hava misrøkt sítt stjórastarv sambært kanningini, sum Carsten Fode, advokatur, gjørdi fyri Fíggjarligt støðufesti um gamla Eik. Uppsagnarlønin steðgaði Hetta gjørdi, at uppsagnarlønin steðgaði tá, hóast nakrir mánaðir vóru eftir. Og fráfaringarløn bleiv eingin, tí hon skuldi byrja 1.oktober í fjør, tá uppsagnarlønin var liðug. Bjarni Olsen stevndi, tí hann heldur uppá, at nýggi Eik kundi ikki burturvísa sær. Eik Banki Føroya var ikki hansara arbeiðsgevari. Tað var gamli Eik, Eik Banki. Nú hevur so rætturin staðfest, at tað var í lagi at burturvísa Bjarna Olsen, hóast hann var settur í starv hjá gamla Eik Banka. Yvirtikið skylduna Høvðuðsniðurstøðan hjá Føroya rætti er, at tá Eik Banki Føroya hevur yvirtikið skylduna at gjalda honum løn sambært fráfaringaravtaluna við Eik Banka, so má Eik Banki eisini hava yvirtikið rættin at átala viðurskifti, sum stava frá tíðini hjá gamla Eik Banka. Fyrri partur í málinum er nú endaður og nú skal rætturin taka støðu til, um hann hevur misrøkti starv sítt sum stjóri í Eik Banka, hagar hann kom 1. mai í 1999, tá sum stjóri í Føroya Sparikassa. Nógv bendir á, at vit fáa eina skipan við barnaváttanum í Føroyum. Rættarnevndin hjá løgtinginum tekur undir við uppskotinum um at seta í verk eina skipan við barnaváttanum í Føroyum. Ein slík skipan skal avmarka møguleikan hjá fólki, sum fremja kynsligan ágang, at fáa størv, har tey hava við børn at gera. Rættarnevndin hevur havt fund við fleiri stovnar, feløg og myndugleikar, millum annað Pedagogfelagið, Barnaverndarstovuna, Dátueftirlitið og onnur. Følsk trygd Onkur hoyringarpartur vísti á, at ein slík skipan kann vera ein følsk trygd, og fer ikki at hava við sær, at allur kynsligur ágangur heldur uppat. Men kortini heldur rættarnevndin, at tað er skilagott at seta í verk eitthvørt átak, sum kann hjálpa til at fyribyrgja kynsligan ágang. Ein samd rættarnevnd tað vil siga bæði samgonga og andstøða tekur undir við uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum um at seta í verk eina skipan við barnaváttanum. Tveir nýgir ráðharrar hava tikið sæti í stjórnini hjá Helle Thorning Schmidt, forsætisráðharra. Fyrrapartin vóru Anne Vilhelmsen, nýggja forkvinnan í SF, og Holger K. Nielsen hjá drotningini á Amalienborg. Annette Vilhelmsen verður nýggjur vakstrar og vinnumálaráðharri. Hon tekur við eftir Ole Sohn, sum fer úr stjórnini. Holger K. Nielsen verður nýggjur skattamálaráðharri eftir Tor Møger Pedersen, sum eisini fer úr stjórnini. Hevur sett nýtt lið Tað varð longu greitt eftir formansvalið í SF leygardagin, at nýggja forkvinnan fór at manna eitt øðrvísi lið. Ole Sohn boðaði fríggjadagin frá, at hann fór at leggja frá sær sum ráðharri, og at hann gevst í politikki, tá hetta valskeiðið er av. Tí varð beinan vegin gitt, at Annette Vilhelmsen fór at gerast nýggju vakstrar og vinnumálaráðharri. Hon hevur millum annað verið framsøgukvinna í vinnumálum í fólkatinginum. Hinvegin var tað eitt sindur óvæntað, at Holger K. Nielsen skuldi avloysa Tor Møger Pedersen. Sum skilst er hann vorðin høgra hond hjá nýggju forkvinnuni í SF, tí hann hevur seinastu dagarnar verið við til samráðingarnar við hinar báðar stjórnarflokkarnar saman við Annette Vilhelmsen. Holger K. Nielsen var formaður í SF í 14 ár, til Villy Søvndal tók við í 2005. Hetta er fyrstu ferð, at Holger K. Nielsen verður ráðharri. Í dag verður væntandi greitt, hvat hendir við búfólkunum í sambýlinum í Svanga í Havn, sum ímóti sínum vilja eru flutt úr sambýlinum. Tey avvarðandi hjá búfólkunum hava mótmælt avgerðini, og saman við Javna vóru tey seinnapartin í gjár á fundi við landsstýriskvinnuna í almannamálum, Anniku Olsen. Annika Olsen sigur við Útvarpið, at hon hevur lurtað eftir sjónarmiðunum hjá teimum avvarðandi og Javna, og í dag verður væntandi ein niðurstøða gjørd um búfólkini. Fundur við Almannaverkið Fyrst skal hon á fund við leiðsluna í Almannaverkinum, sum skal greiða frá, hví tey avgjørdu at flyta nøkur av búfólkunum úr sambýlinum í Svanga. Tann fundurin verður fyrrapartin. Málið um sambýlið í Svanga tók seg upp í februar, tá Almannaverkið fyri at effektivisera raktsturin vildi tøma sambýlið og so fáa nøkur onnur inn hagar, sum standa á bíðilista. Bíðilistin er langur serliga millum ung menningartarnað. Hendan flytingin skuldi so hjálpa eitt sindur upp á bíðilistan. Stríðir ímóti ST sáttmálanum Javni hevur alla tíðina hildið fast við, at tað er óhoyrt at flyta búfólkini í hvør sítt herðashorn, og vísir til grein 19 í ST sáttmálanum. Tann greinin sigur, at øll hava rætt til sjálvi at gera av, hvar tey skulu búgva og hvørjum tey vilja búgva saman við. Men Almannaverkið hevur ikki viljað broytt sína avgerð, og tí bóðu tey avvarðandi Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, um hjálp. Tjóðartingsval verður í Ísrael tann 22. januar næsta ár. Val eigur ikki at vera í Ísrael fyrr enn um eitt ár, men forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, segði fyri stuttum, at hann umhugsaði at framskunda valið. Í gjárkvøldið samtykti tjóðartingið at skriva út val. 100 av teimum 120 tinglimunum atkvøddu fyri. Orsøkin til, at Netanyahu skrivaði út valið sigst vera, at stjórnarflokkarnir ikki kundu semjast um fíggjarlógina fyri næsta ár. Sambært veljarakanningunum bendir tó alt á, at Likud flokkurin hjá Netanyahu fer at vinna valið, og harvið varðveita meirilutan í tjóðartinginum. Tvey farmaskip koma um dagarnar á Tvøroyri eftir lidnari vøru frá virkinum Varðanum Pelagic. Tað skrivar Suðuroyarportalurin. Í gjárkvøldið kom farmaskipið Green Lofoten á Tvøroyri eftir góðum 500 tonsum av lidnari vøru. Og í kvøld kemur Frio Antarctic eftir umleið 3000 tonsum. Green Lofoten hevur áður verið á Tvøroyri, men tað er fyrstu ferð, at Frio Antarctic kemur higar. Sleipibáturin hjá Vágs Skipasmiðju kom á Tvøroyri seinnapartin í gjár, og hann skal hjálpa Frio Antarctic at leggja at bryggju í kvøld. Bretski forsætisráðharrin, David Cameron, og skotski fyrstiráðharrin, Alex Salmond, skrivaðu í dag undir avtalu um fólkaatkvøðu í 2014. Avtalan varð undirskrivað í Edinburgh. Cameron er ímóti, at Skotland loysir frá Bretlandi, og nú byrjar eitt drúgt valstríð millum loysingarfólkini og sambandsfólkini í Skotlandi. Í fjør vann skotski tjóðskaparflokkurin, SNP, tjóðartingsvalið. David Cameron ynskti SNP til lukku við valinum, men legði afturat, at hann fór at stríðast av øllum alvi ímóti, at bretska ríkið syndrast. Ritzau skrivar, at í løtuni hevur tjóðskaparrørslan ikki so góðan byr í Skotlandi. Ein nýggj kanning vísir, at 28 prosent eru fyri at loysa frá Bretlandi, og 53 prosent eru ímóti. Týskvøldið í farnu viku samtykti ein meiriluti í býráðnum í Klaksvík eitt broytingaruppskot frá Atla Justinussen úr Fólkaflokkinum, um at kommunan yvirtekur Badmintonhøllina og KÍ høllina. Samlaða skuldin í hallunum er 17,5 milliónir krónur, men sambært samtyktini skal býráðið fara undir samráðingar við Norðoya Sparikassa um at yvirtaka hallirnar fyri ein lægri kostnað. Atli Justinussen vil ikki siga fyri útvarpinum, hvussu nógvar milliónir lægri kommunan við samtyktini er sinnað at yvirtaka hallirnar fyri. Men talan er um ein nakað lægri kostnað, sigur hann. Avskriva ein part Klaksvíkar kommuna ætlar, at Norðoya Sparikassi skal avskriva ein part av samlaðu skuldini. Tað merkir, at kommunan ikki setir seg fyri størri skuld enn tað, sum varð samtykt við broytingaruppskotinum týskvøldið. Marner Mortensen, stjóri í Norðoya Sparikassa, vil ikki siga, um Norðoya Sparikassi er sinnaður at ganga ynskinum hjá Klaksvíkar kommunu á møti. Marner Mortensen sigur, at hann kennir ikki uppskotið, sum býráðið hevur samtykt, og tí vil hann ikki gera viðmerkingar til málið í løtuni. Talan er um ein samráðingarspurning, sigur hann. Norðoya Sparikassi hevur enn ikki fingið nakra áheitan frá kommununi um samráðingar. Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum. Í Grønlandi eru eins nógvar fosturtøkur sum børn, ið verða fødd. Tað eru fýra ferðir fleiri enn í Danmark. Gongdin er ikki nøktandi, sigur grønlendski landslæknin, Flemming Kleist Stenz, við grønlendska kringvarpið, KNR. Alt ov nógvar fosturtøkur verða framdar í Grønlandi, og neyðugt er at lækka talið, sigur landslæknin. Hvussu nógvar fosturtøkur eiga at vera í Grønlandi, hevur hann kortini einki boð uppá. Krevur átøk Skulu fosturtøkurnar fækka, krevst arbeiði í heilsuverkinum. Ikki bert eitt skifti, men støðugt arbeiði og kunning, sigur Flemming Kleist Stenz. Hann vísir á, at fosturtøka er ikki vandaleys. Hon kann hava bæði likamligar og sálarligar avleiðingar, og tí er neyðugt at fáa talið av fosturtøkum niður, landslæknin í Grønlandi. Tey sótu á fundi í 11 tímar í gjár, og í dag hava donsku stjórnarflokkarnir aftur fund á Marienborg. Sosialistiski Fólkaflokkurin fekk nýggja forkvinnu leygardagin. Annette Vilhelmsen, sum fekk tveir triðingar av atkvøðunum og vann dyggiliga á Astrid Krag, boðaði undir valstríðnum upp undir formansvalið frá, at hon góðtók samgonguskjalið, men hon ætlaði at bjóða tí av, sum hon tók til. Holger K. vorðin høgra hond Í gjár fór Annette Vilhelmsen á fund við Helle Thorning Schmidt, forsætisráðharra, og stutt eftir boðsend i nýggja forkvinnan í SF Holger K. Nielsen á fund. Hann er eftir øllum at døma høgra hond hjá Annette Vilhelmsen, og nógv bendir á, at hann fær eisini fær ein ráðjarrasess. Danskir miðlar skriva seinnapartin, at stjórnin væntandi verður umskipað í morgin. Ið hvussu er verða tvær broytingar í stjórnini, báðar í SF. Annette Vilhelmsen verður væntandi vinnu og vakstrarmálaráðharri eftir Ole Sohn, sum fer úr stjórnini. Og væntandi verður Holger K. Nielsen skattamálaráðharri eftir Thor Møger Petersen, sum eisini fer úr stjórnini. Tosa eisini um samgonguskjalið Hans Engell, viðmerkjari, sigur við Politiken, at ætlanin var, at umboðini fyri stjórnarflokkarnir skuldu heilsa upp á hvør annan, skifta orð um fíggjarlógina og hvør skal manna ráðharraessirnar, Men tað tykist, sum samgonguskjalið eisini er til viðgerðar, og tað høvdu hvørki sosialademokratarnir ella tey radikalu hugsað sær, sigur Hans Engell. Keldur, sum hava samband við samráðingarnar á Marienborg, vísa tó aftur í Politiken, at samráðingarnar draga út, tí ósemja er millum nýggju forkvinnuna í SF og hinar báðar stjórnarflokkarnar. Annette Vilhelmsen hevur ongar viðmerkingar. Boðskapurin var greiður, tá landsstýrismaðurin í fíggjarmálum legði fram fíggjarlógaruppskotið fyri næsta ár. Leisturin hjá landsstýrismanninum skal, sambært fíggjarlógaruppskotinum, fáa Húsalánsgrunnin, Búnaðargrunning og Føroya Realkredittstovn Realin at spýta 16,5 milliónir krónur í føroyska landshúsarhaldið næsta ár. Men grunnarnir siga kortanei. Húsalánsgrunnurin vísir á, at skal grunnurin gjalda partafelagsskatt og vinningsbýtið til eigaran, sum er landsstýrið so merkir tað, at minni verður til taks til tað bústaðarpolitiska virksemið, ið grunnurin ætlar sær undir. Bøndurnir rinda Búnaðargrunnurin vísir á, at í teirra føri verða tað bøndurnir, sum fara at gjalda meirútreiðsluna, um so er, at grunnurin skal rinda skatt og vinningsbýti. Tað merkir, sambært hoyringarsvarinum, at rentan á lánum úr Búnaðargrunninum til bøndurnar hækkar, og hetta vil aftur føra við sær, at fleiri av verandi bóndum gevast, og so verður vandi fyri, at øll føroysk framleiðsla fer fyri bakka. Realurin setur í sínum hoyringarsvari spurnatekin við sjálva heimildina hjá landsstýrinum at krevja grunnin eftir vinningsbýti. Í øðrum lagi heldur Realurin, at tað sum minsta mark má verða leiðslan fyri Realin, ið ger av, hvussu stórt eitt vinningsbýti til landskassan skal vera. Henda meting má til eina og hvørja tíð gerast við støði í, hvørjar ábyrgdir Realurin hevur átikið sær. Rentan hækkar Víðari sigur grunnurin, at Vandi er fyri, at støðan hjá Realinum kann vikna, nú tað almenna ætlar sær ein part av vinninginum. Rentan kemur óivað at hækka, og truplari verður helst at fáa neyðugan kapital til rímiliga rentu, sum aftur kann lánast út til skipaflotan til rímiliga rentu. Realurin vísir á, at grunnurin í fjør gav út lánsbrøv fyri 200 milliónir krónur, og í tí sambandi varð eitt prospekt gjørt, ið lýsti støðuna hjá grunninum. Um landið nú skal hava yvirskotsbýti, fer hetta at skapa álvarsligan iva um støðuna hjá Realinum sum lántakara, sum kann hava so álvarsliga avleiðingar fyri stovnin, at vandi kann vera fyri, at lánigevarar siga upplánini, ið teir hava veitt Realinum, sigur Føroya Realkredittstovnur í sínum hoyringarsvari. Lógaruppskotini, ið geva landsstýrinum heimild at krevja inn skatt og vinningsbýti frá almennu grunnunum, hava verið til 1.viðgerð í løgtinginum og liggja nú í fíggjarnevndini. Húsalánsgrunnurin fer neyvan at bjóða hinum peningastovnunum av í kappingini um at veita realkredittlán. Lógarheimildin kom 6. oktober í fjør, tá tað kom inn í lógina fyri Húsalánsgrunnin, at grunnurin kann veita realkredittlán at fíggja føroyskar bústaðir. Men nú tveitir grunnurin í veruleikanum handklæðið í ringin. Í einum hoyringarsvari, sum grunnurin hevur latið úr hondum í sambandi við skatting og útluting av vinningsbýti, staðfestir grunnurin meira ella minni beinleiðis, at ætlanin um realkreditt er kollsigld. Ov lítil marknaður Grunnurin staðfestir, at ein reint føroysk realkreditt loysn letur seg ikki gera, tí marknaðurin er ov lítil. Somu niðurstøðu kom danski tjóðbankin til í notati til Fíggjarmálaráðið í august. Somuleiðis staðfestir Húsalánsgrunnurin, at donsk realkredittfeløg bara kunnu samstarva við peningastovnar. Tí kann Húsalánsgrunnurin ikki góðkennast til víðari veiting av realkredittfígging til føroyingar. Hetta má gerast í samstarvi við ein av verandi peningastovnum. Um lógarheimildina frá 6. oktober í fjør staðfestir Húsalánsgrunnurin í dag, eitt ár seinni, at Tað er týdningarmikið at ásanna, at hetta bert kann útinnast í samstarvi við verandi ella komandi peningastovnar, og at eitt slíkt samstarv vil innibera bæði løgfrøðiligar og politiskar metingar, sum Húsalánsgrunnurin ikki einsamallur kann útinna. Síðstu tvey árini hevur Húsalánsgrunnurin veitt føroyingum sonevnd orkulán tað eru bílig lán til endurnýggingar og umbyggingar av sethúsum og íbúðum, soleiðis at orkunýtslan minkar. Hesi lán skuldu stuðlað upp undir Veðurlagspolitikk Føroya um at minka orkunýtsluna. Tilsamans er talan um eini 250 lán fyri umleið 45 milliónir krónur. Og sum tað triðja hevur Húsalánsgrunnurin 200 milliónir krónur úti í gomlum sethúsalánum, latin í áttati og nítiárunum. Sleppa burtur úr lánunum Men hesum lánum vil Húsalánsgrunnurin nú sleppa burturúr. Grunnurin sigur seg vilja selja ella útveita tey privatu útlánini. Húsalánsgrunnurin ímyndar sær, at privatu peningastovnarnir yvirtaka hesi lán í minsta lagi umsitingina av teimum. Í staðin vil Húsalánsgrunnurin sleppa at leggja alla sína orku í skapa ein størri og fjølbroyttari bústaðarmarknað í Føroyum. Verður bústaðarfelag Grunnurin vil tí broyta sín samleika frá verandi Húsalánsgrunni til Føroya Bústaðarfelag , sum sambært stovninum sjálvum skal vera bústaðarpolitiska amboðið, ið skal viðvirka til at fremja bústaðarpolitikk Landsins í verki. Andras Róin, stjóri í Húsalánsgrunninum, hevur í dag ongar viðmerkingar til málið. Nýggi samleikin hjá Húsalánsgrunninum, sum kemur at eita Føroya Bústaðarfelag, verður væntandi almannakunngjørdur seinni í vikuni. Val til skúlastýrini kring landið verður 13. november sama dag, sum kommunuvalið verður. Hetta er fjórða ferðin, at skúlastýrini skulu mannast. Allir fólkaskúlar, sama hvussu stórir ella smáir teir eru, hava skúlastýri. Endamálið við skúlastýrinum er at styrkja foreldraávirkanina og samstarvið millum skúla og heim, og fáa foreldur við í arbeiðið at mynda virksemið í tí skúla, har børn teirra ganga. Umframt hetta er uppgávan hjá skúlastýrinum at hava eftirlit við virksemi skúlans og ummæla og góðkenna árligu fíggjarætlanina. Í teimum stóru skúlastýrunum eru trý foreldraumboð umframt ein tiltakslimur, og í teimum smærru eru tvey foreldraumboð umframt ein tiltakslimur. Góðar 54 milliónir krónur eru higartil komnar í landskassan frá veiðigjøldum í sambandi makrelfiskiskapin í ár. Løgtingsins fíggjarnevnd bað landsstýrismannin við fíggjarmálum um dagførdar metingar av avgjaldi á fiskatilfeingi fyri 2012, í sambandi við viðgerðina av eykajáttanini fyri september. Fram til 10. oktober 2012 eru inn komin krónur 40.379.000 í veiðigjaldi og krónur 13.496.926 í avreiðingargjaldi. Hetta gevur tilsamans krónur 53.875.926, hevur fiskimálaráðið boðað fíggjarmálaráðnum frá. Minni enn væntað Minni enn væntað er avreitt til móttøkuskip, so metingin út frá gongdini seinastu tíðina er, at samlaða inntøkan frá makrelfiskiskapinum fer at nærkast 70 milliónir krónur, men óvissa er um metingina, stendur í svarinum frá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni við fíggjarmálum, til løgtingsins fíggjarnevnd. Tað vil siga, at nýggja metingin er 70 milliónir krónur, ella 10 milliónir krónur lægri enn tað, sum stendur í eykajáttanaruppskotinum, staðfestir Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, eisini. Umleið 5000 áskoðarar sóu føroyska landsliðið spæla ein tann besta dystin nakrantíð. Tíverri endaði tað allíkavæl við, at Svøríki vann dystin við einum máli. Føroyar skaptu fleiri málmøguleikar í dystinum, og tá seinni hálvleikur var 12 minuttir gamal, bleiv ein teirra umsettur til mál. Jónas Tór Næs kastaði eitt innkast inn í svenska brotssteigin, Pól Jóhannus Justinussen longdi við høvdinum til Rógva Baldvinsson, og við góðum skoti legði hann Føroyar á odda. Bara fáar minuttir seinni fær Jónas Tór Næs álvarsligan skaða í andlitið, og má av vøllinum. Sum skilst bleiv hann seymaður í skiftirúminum. Føroyar spældu í meira enn fimm minuttir við 10 ímótti ellivu, og tað var ov leingi. Tí stutt fyri ,at Jónas Tór Næs kemur aftur á vøllin við trimum pentum javnar innskifti Alexander Kacaniklic fyri Svøríki. Zlatan Ibrahimovic átti helvtina av málinum, tí avleveringin til Kacaniklic var framúr góð. Tað bleiv eisini Zlatan Ibrahimovic, sum spilti føroyska ballið. Tá eitt korter var eftir av dystinum bleiv hann, á markinum til rangstøðu, spældur púra fríur og skoraði sigursmálið hjá Svøríki. Tað er eingin skomm at tapa 1 2 fyri Svøríki, tað hava nógvar aðrar tjóðir roynt. Men nú dysturin er liðugur er tað allíkavæl eitt vónbrot, tí munurin á liðunum var lítil og eingin. Fyri at siga tað sum tað er, so var avgerandi munurin Zlatan Ibrahimovic, sum umframt at skora og leggja upp til mál, eisini sendi nakrar kanónkúlur eftir føroyska málinum, sum Gunnar Nielsen tó bjargaði hvørja ferð. Føroyski verjuleikarin, Odmar Færø, sum spældi sín fjórða landsdyst, segði aftan á dystin við sjónvarpið, at hann var sera nøgdur við føroyska avrikið, men hann var vónbrotin um úrslitið Føroysku spælararnir blivu klappaðir av vøllinum av føroysku áskoðarunum, og tað høvdu teir eisini uppiborið. Sjáldan, ella kanska ongantíð, hevur føroyska landsliðið spælt ein so góðan dyst móti einari aðrari tjóð við somu styrki sum Svøríki. Týskvøldið spæla Føroyar og Írland. Vónandi verður avrikið líka gott tá. Føroya Arbeiðarafelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hava gjørt nýggjan sáttmála fyri dagrøktarar. Partarnir hava longt sáttmálan til 1. oktober næsta ár. Lønin hækkar við afturvirkandi gildi frá 1. oktober 2011 við 220 krónum um mánaðin, og 1. oktober í ár hækkar mánaðarlønin við 220 krónum afturat. Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevur eisini samráðingar við Starvsmannafelagið, sum herfyri gjørdi sáttmála við Fíggjarmálaráðið. Heðin Mortensen, formaður í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, sigur, at samráðingarnar ganga væl, og hann væntar, at ein nýggjur verður gjørdur í næstu viku. Nógv virksemi hevur verið á flogvøllinum í dag. Umframt flogførini hjá Atlantsflogi eru trý flogfør frá øðrum flogfeløgum í Vágum, sum eru komin við ferðafólki í sambandi við landsdystin millum Føroyar og Svøríki. Talan er um flogfør av slagnum Gulfstream, Metroliner og Saab, sum høvdu millum 10 og 23 ferðafólk. Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága floghavn, sigur, at tað er eingin ivi um, at longda flogbreytin og nýggju innflúgvingartólini hava týdning. Vit vænta meiri virksemi av hesum slagi, tí umstøðurnar í Vágum eru nógv batnaðar seinasta árið, sigur hann. Fleiri ferðafólk Framvegis koma og fara fleiri ferðafólk um flogvøllin. Í september vóru tey sløk 18.000, og tað eru 5,3 prosent fleiri enn í september í fjør. Higartil í ár eru 175.348 ferðafólk komin og farin um flogvøllin, og tað eru sløk átta prosent fleiri enn í fjør. Eingin sigling er til Svínoyar og Fugloyar í dag. Tá Ritan skuldi leggja at á Kirkju í morgun, fekk hon tekniskt brek. Conrad Gaard Joensen, rakstrarleiðari á Strandferðsluni, greiðir frá, at Ritan bakkaði inn móti lendingini, sum hon plagar, men tá hon skuldi seta motorin á fram, varnaðist manningin, at brek var í umstýringini. Maskinmaðurin var skjótur niður í motorrúmið at seta fulla ferð fram manuelt. Men tað var ov seint, og skipið tók í land. Kanna skaðan Ritan setti beina kós aftur móti Hvannasundi aftur, har skaðin nú verður kannaður. Kavari hevur verið niðri og kundi staðfesta, at annað róðrið er burtur. Eisini er skaði komin á aðra skrúvuna. Conrad Gaard Joensen sigur, at vandi ongantíð var á ferð hjá ferðafólki og manning. Nú verður roynt at fáa Rituna upp á sleipistøð, so at skaðin kann umvælast.Enn er óvist, hvussu verður við siglingini til Svínoyar og Fugloyar næstu dagarnar. Kemur illa við Fyribils er Súlan tikin úr siglingini til Skúvoyar, so at hon kann gera ein túr til Svínoyar og Fugloyar í kvøld, sigur Conrad Gaard Joensen. Óhappið kemur ógvuliga illa við, tí vit eru mitt í slaktinum, og størri tørvur er á flutningi til nú enn vanligt. Men vit royna at finna eina loysn á støðuni, sigur Conrad Gaard Joensen. Kunnað verður á heimasíðuni hjá Strandferðsluni, ssl.fo , so hvørt nýtt er at frætta. Brúkaraprísirnir halda á at hækka. Triðja ársfjórðing vóru brúkaraprísirnir 2,4 prosent hægri enn sama ársfjórðing í fjør. Hetta er nakað meiri enn annan ársfjórðing, tá prísvøksturin var 2,2 prosent, vísa tøl hjá Hagstovuni. Rentan hækkað 17 prosent Býlisprísirnir eru hækkaðir mest, og hava eisini størstu ávirkanina á brúkaraprístalið. Rentan á íbúðalánum er farin 16,9 prosent upp, brennioljan til húsarhald 8,7 prosent og ravmagn 6,6 prosent. Samanlagt eru býlisútreiðslurnar dýrkaðar 8,5 prosent seinasta árið. Árligi prísvøksturin á matvørum var 2,2 prosent triðja ársfjórðing, samanborið við 1,0 prosent annan ársfjórðing. Prísirnir í flestu matvørubólkum eru hækkaðir seinasta árið. Kaffi er dýrkað 13,4 prosent og kjøt 8,6 prosent. Størsta príslækkingin hevur verið í nýtslubólkunum Klædnavørur og fótbúnaður, og Innbúgv, húsbúnaður og líknandi. Landsdysturin millum Føroyar og Svøríki fer at seta dám á útvarpskránna seinnapartin. Klokkan 14 byrjar sending við tilfari, sum hevur samband við dystin. Prátað verður við føroyskar og svenskar landsliðsleikarar, og fótbóltsviðmerkjarar fara eisini at gera sínar metingar. Ein samrøða verður við svian, Ronnie Gunnarsson, sum var venjari hjá ÍF, tá fuglfirðingar vunnu føroyameistaraheitið í fótbólti í 1979. Øssur Egholm, Fróði Løkságarð og Suni Merkistein leggja sendingina til rættis. Suni Merkistein fer at siga frá landsdystinum í útvarpinum, og hann hevur Oddbjørn Joensen hjá sær at gera viðmerkingar til leikkgongina. Sjónvarpið byrjar sína sending av Tórsvølli klokkan 16.45. Leivur Frederiksen sigur frá, og Sigfríður Clementsen ger viðmerkingar. Harumframt verða samrøður og innsløg, bæði undan dystinum og í hálvleikinum. Landsdysturin millum Føroyar og Svøríki á Tórsvølli byrjar klokkan 17. Evropeiska Samveldið fær Nobel friðarheiðurslønina í ár fyri arbeiði sítt at sameina Evropa. Evropeiska Samveldið hevur í 60 ár borgað fyri støðufesti, trygd og friði í Evropa síðani seinna heimsbardaga, og hevur eisini styrkt mannarættindini í Evropa, segði Thorbjørn Jagland, formaður í Nobelnevndini, tá hann fyrrapartin kunngjørdi, hvør fær friðarheiðurslønina í ár. ES hevur í fleiri ár verið í uppskoti at fáa friðarheiðurslønina, men nústani eydnaðist tað. Nobelnevndin varð samd um at lata ES heiðurslønina í ár. Heiðurslønin verður handað í Oslo 10. desember. Løgtingið fer í dag at viðgera uppskotið frá Johan Dahl, landsstýrismanni, um at fáa heimild at byggja nýggja ferju til nólsoyarleiðina fyri í mesta lagi 50 milliónir krónur AElig tlanin er at byggja eina ferju, sum tekur 170 ferðafólk um summarið og umleið 90 fólk um veturin, umframt 10 12 persónbilar ella tveir lastbilar. Arbeiðið at gera verkætlan verður boðið út í Føroyum og uttanlands, og tað verður mett at kosta tvær milliónir krónur. AElig tlanin er at bjóða hetta arbeiðið út fyrst í nýggj árinum. Arbeiðið at smíða ferjuna verður eisini boðið út í Føroyum og uttanlands. Væntandi kann farast undir arbeiðið seinast í 2013, og ferjan skal setast í sigling í 2015. Bíligari at reka Biðið verður um at fáa 7,5 milliónir krónur næsta ár, 20 milliónir í 2014 og 22,5 milliónir krónur í 2015, tá ferjan skal verða liðug. Í kostnaðinum eru eisini projekteringútreiðslur og útreiðslur til eftirlit, tilsamans fýra milliónir krónur Ternan, sum í løtuni røkir nólsoyarleiðina, er 33 ára gomul og ikki tíðarhóskandi. Hon er ov stór til bilflutning til Nólsoyar, og raksturin er óneyðuga dýrur, sigur Vinnumálaráðið. Raksturin av nýggju ferjuni, sum verður lagað til farleiðina, verður eina góða millión bíligari. Norðari vøllurin á Svangaskarði á Toftum hevur í ár verið fyri umfatandi umbyggingum. Grasið er skifti út við graslíkið, og umstøðurnar kring vøllin eru eisini nýtímansgjørdar. Heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum skrivar, at arbeiðið á Svangaskarði er ikki liðugt enn. Fótbóltssamband Føroya, við stuðli frá UEFA, og í samstarvi við Nes Kommunu, hevur nevniliga avgjørt, at seta ljós upp kring vøllin, og tað arbeiði er nú farið í gongd. Seks ljósmastrar verða í næstum settar upp kring vøllin fýra norðanfyri og tvær sunnanfyri vøllin, meðan ljós eisini verða sett á húsið. Um alt gongur eftir ætlan, lýsir á norðara vøllinum á Svangaskarði um ársskiftið. Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir løgtinginum frá at samtykkja lógina um at taka Landsbanka Føroya av, áðrenn málið er fult upplýst. Tað stendur at lesa í hoyringarsvari, sum Arbeiðsgevarafelagið hevur latið Fíggjarmálaráðnum og løgtinginum, og sum varð almannakunngjørt í sambandi við fyrstu viðgerð av málinum í dag. Ikki sannførd Í hoyringarsvarinum, sum Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, hevur skrivað undir, stendur, at Føroya Arbeiðsgevarafelag ikki er sannført um, at hetta er besta leið at ganga, og at gjølligari útgreiningar av avleiðingunum vanta. Arbeiðsgevarafelagið sigur, at felagið í fleiri førum hevur víst á, at neyðugt er at rationalisera raksturin í tí almenna, men í hesum føri óttast felagið fyri, at týdningarmiklar uppgávur detta niður ímillum, og at tapið er størri enn vinningurin av at fremja ætlanina. Arbeiðsgevarafelagið heftir seg mest við vandan, at føroyski búskapurin fær eina lægri rating frá metingarstovninum Moody s. Ratingin Í hoyringarsvarinum verður sagt, at tað er av alstórum týdningi, at landsstýrið tryggjar sær, at broytingin í virksemi Landsbankans ikki hevur ta avleiðing, at føroyski búskapurin fær eina lægri rating frá Moody acute s. Hetta er ikki tikið upp á mál í viðmerkingunum til tey lógaruppskot, sum nú eru løgd fyri tingið. Tað er tí átrokandi at fáa greiðu á, hvørja ávirkan avtøkan av Landsbankanum kann hava fyri ratingina av føroyska búskapinum, um henda ætlan verður gjøgnumførd. Greiða ivaspurningar Um vandi er fyri, at føroyski búskapurin fær lægri rating, ella at Føroyar av aðrari orsøk fáa hægri rentu orsakað av ætlaðu broytingunum, ger lógaruppskotið størri skaða enn gagn , sigur Arbeiðsgevarafelagið, sum mælir til at fáa greiði á øllum ivaspurningum, áðrenn endalig støða verður tikin í løgtinginum Jan Højgaard stillar uppaftur til formansvalið í Fiskimannafelagnum. Formansvalið byrjar 15. desember, og 31. januar verða atkvøðurnar taldar upp. Nýggja formansskeiðið byrjar 1. februar. Jan Højgaard sigur, at hann hevur fingið fleiri áheitanir um at stilla upp. Jan Højgaard hevur verið formaður í Fiskimannafelagnum í tvey skeið. Hann gjørdist fyrstu ferð formaður 1. februar í 2007. Freistin at stilla upp til formansvalið er 4. desember á middegi. Formansskeiðið í Fiskimannafelagnum er trý ár. Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur undir við ætlanini hjá landsstýrinum at broyta reglurnar fyri útlendska arbeiðsmegi í Føroyum. Arbeiðsgevarafelagið sigur, at tað er rætt, at arbeiðsloysið millum ófaklærd er lutfalsliga stórt. Men arbeiðsloysið millum faklærd, til dømis ávísar handverkarar, er sera lítið. Útlandið dregur Veruleikin er, at beint eystanfyri liggur ein sera dragandi arbeiðsmarknaður, sum innan ávís øki tekur nógv av okkara faklærdu fólkum. Og henda veruleika eiga arbeiðsgevarafeløg, fakfeløg og samfelag at taka í álvara. Skal føroysk vinna mennast og vaksa, er alneyðugt, at hon fær ta arbeiðsmegi, sum tørvur er á, sigur Arbeiðsgevarafelagið. Felagið vísir á, at tað tók langa tíð at fáa broytt reglurnar fyri at ES arbeiðsmegi til Føroya, og tað rakti kappingarførið hjá føroysku vinnuni. Hesa støðu vil Føroya Arbeiðsgevarafelag ikki, at arbeiðsgevarar aftur skulu koma í. Tí er neyðugt, at reglurnar hjá útlendskari arbeiðsmegi at sleppa til Føroya verður gjørd liðiligari fyri fólk við ávísum førleikum. Tað er ein skeiv avgerð at taka Landsbanka Føroya av. Herman Oskarsson, stjóri í Hagstovu Føroya, leggur ikki fingrarnar ímillum í sínum hoyringarsvari til Løgtingið og Fíggjarmálaráðið um ætlanina at avtaka Landsbanka Føroya og leggja virksemið undir Gjaldstovuna, Hagstovuna og Fróðskaparsetrið. Hagstovustjórin fer aftur til upprunaligu ætlanina við Landsbankanum eftir grundgevingum, hví tað er neyðugt við einum tjóðbankalíknandi stovni at tryggja óhefta ráðgeving í fíggjarmarknaðarmálum. Dagføra lógina Hagstovan mælir í staðin til, at lógin fyri Landsbankan verður dagførd, soleiðis at stovnurin betur fær spælt tann leiklut, sum tørvur er á. Tí tørvur er á einum óheftum stovni til fíggjarmarknaðarliga ansing og makrobúskaparligt eftirlit. Hagstovan vísir á, at tørvurin á Landsbankanum er størri í dag, enn hann var, tá lógin varð samtykt fyri 30 árum síðani. Herman Oskarsson, stjóri á Hagstovuni, sigur í hoyringarsvarinum, at tað eru seráhugamálini hjá bankunum, sum verða best røkt, um Landsbankin verður avtikin, meðan felagsáhugamálini hjá Føroya fólki verða misrøkt. Hagstovuni dámar einki, um tað verður bókhaldarar á landsins lønarlista , sum skulu greiða uppgávurnar, iðLandsbankin hevur havt um hendi. Aftur her verður víst á upprunalógina fyri Landsbankan, sum tryggjar, at ráðgevingin frá stovninum er óheft av tí aktuella politiska stýrinum, og óheft av seráhugamálunum hjá privatum bankum. Lógin tænir fólkinum og ikki bureaukratinum ella peningamaktini, stendur í hoyringarsvarinum. Óheftni ikki tryggjað Herman Oskarsson vísir eisini á, at óheftni í ráðgevingini ikki verður tryggjað við at seta á stovn eitt Gjaldstovuráð. Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum setir stjóran á Gjaldstovuni og hevur embætislig viðskifti við henda stovnsleiðaran á Gjaldstovuni, sum við einhvønn annan stovnsleiðara. Landsstýrismaðurin hevur ábyrgdina av øllum øðrum virksemi á Gjaldstovuni og hevur tað vald á virkseminum, sum aðrir landsstýrismenn hava á landsstovnum undir sínum aðalráði. Setta Gjaldstovuráðið fer tí ikki í verki at fáa tað vald og tann myndugleika, sum tí er tilskrivað at hava í lógini, stendur í hoyringarskrivinum frá stjóranum á Gjaldstovuni. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, heldur, at tað er alneyðugt at endurskoða lønar og setanarviðurskiftini hjá landsstýrisfólkum, tí tey eru skeiklað. Tað segði hann í einum svari til Kristinu Háfoss, løgtingskvinnu fyri Tjóðveldi, í tinginum í gjár. Løgmaður sigur, at lønin hjá landsstýrisfólkum er lutfalsliga lág, samanborið við lønarlagið í samfelagnum. Hinvegin hava landsstýrisfólk góð pensjónsviðurskifti og skattafrí ískoyti til borðfæ. Harafturat kemur kostnaðarendurgjaldið til ferðing, sum er lutfalsliga høgt. Lægri nettoløn Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at ein loysn kundi verið, at borðfæið og kostnaðarendurgjaldið verða tikin upp í lønina og harvið verða skattskyldug. Tað hevði havt við sær eina hægri bruttoløn, men landsstýrisfólkini høvdu íalt fingið eina lægri nettoløn. Løgmaður upplýsti, at ein óheft nevnd er sett at gera tilmæli um lønarviðurskifti hjá landsstýrinum. Nevndin verður eftir ætlan liðug um ársskiftið, og tá verður tilmælið lagt fyri tingið. 200 av barnafamiljunum, sum í fjør fingu jólahjálp frá Í menniskjum góður tokki, høvdu 50 krónur ella minni at liva fyri um dagin. Tað hevur hjálparfelagsskapurin greinað seg fram til út frá umsóknunum, sum komu í fjør . Sambært Í menniskjum góður tokki livdu 596 av teimum 910 børnum, sum fingu jólahjálp, í familjum, ið høvdu færri enn 100 krónur um dagin at liva fyri. Upphæddirnar, familjurnar hava at liva fyri, og tað, tær fortelja okkum í sínum umsóknum, geva eina greiða ábending um, at vit í Føroyum hava familjur, sum liva í djúpum fátærkadømi, sigur Annlis Bjarkhamar, stigtakari til Í menniskjum góður tokki í tíðindaskrivi. Nógvar orsøkir Sambært útgreiningini eru orsøkirnar til, at fólk eru sperd fíggjarliga, ymiskar. Men tey flestu, sum fáa almennar veitingar, eitt nú forsorg, fyritíðarpensjón og lestrarstuðul, eru illa fyri. Tað sama eru nógv av teimum arbeiðsleysu, sum fáa frá pengar úr ALS ella barsilspening úr Barsilsskipanini. Hetta gevur okkum eina greiða ábending um, at tær veitingar, sum fólk fáa, eru alt ov lágar, ikki taka atlit at kostnaðarstiginum, og hvat skal til fyri at liva eitt virðiligt lív í Føroyum, er niðurstøðan hjá Í menniskjum góður tokki. Fleiri familjur vísa eisini á, at egingjaldið til heilivág tyngdi ómetaliga nógv um fíggjarstøðuna. Og familjur við brádliga íkomnum trupulleikum, so sum hjúnarskilnaði, sjúku ella deyða, hava tað eisini tungt fíggjarliga. Flest í Havn og Klaksvík Samanborið við fólkatalið, eru Havnin og Klaksvík yvirumboðað við familjum, sum søkja um jólahjálp. Hetta eru eisini býirnir, har tað er nógv dýrast at liva. Tølini fyri størru plássini eru ikki ólík tølum úr øðrum londum. Í menniskjum góður tokki læt í fjør eina millión krónur sum gávukort í jólahjálp til 444 familjurnar. Og sambært hjálparfelagsskapinum, er onki, sum bendir á, at tørvurin á hjálp verður minni í ár enn undarfarin jól, heldur tvørturímóti. Seta minstamark Arbeiðsloysisstuðulin er lækkaður, nógv langtíðararbeiðsleys eru eisini dottin úr ALS, og eru annaðhvørt endað á forsorg, ella hava onga veiting yvirhøvur, staðfestir Í menniskjum góður tokki. Felagsskapurin heitir á politikararnar um at fáa ásett eitt mistamark fyri, hvussu lítið ein familja skal hava av pengum fyri at lívbjarga sær í føroyska samfelagnum, og út frá hesum áseta almannaveitingar, arbeiðsloysisstuðul o.s.fr. Arbeiðið at byggja nýggjan Musikkskúla í Havn verður boðið út um eitt ár. Tórshavnar kommuna hevur júst undirskrivað sáttmálar við ráðgevararnar, sum skulu vera við í projekteringini. Á odda fyri ráðgevaraliðnum er arkitektavirkið Kontrast hjá Mayfinni Norðoy, sum hevur teknað uppskotið til Musikkskúlan, ið skal byggjast á fløtuni eystan fyri Norðurlandahúsið. Aðrir ráðgevar í toyminum eru Landsbyggifelagð, HMP Consult og Sofus M. Jakobsen, ráðgevandi verkfrøðingar. Projekteringin verður liðug hálvan september næsta ár, og arbeiðið at byggja sjálvan skúlan verður boðið út um eitt lítið ár. Seinkað eitt ár Málið er seinkað eitt ár, eitt nú av viðgerð hjá friðingarmyndugleikum, men nú er komið hagar til, at farast kann undir projekteringina. Nýggi Musikkskúlin verður um 2000 fermetrar til støddar. Í núverandi hølum hevur Tórshavnar Musikkskúli einar 700 fermetrar tøkar. Musikkskúlin verður í tveimum bygningum. Í tí størra verða frálæruhøli, felags høli og høli til umsiting. Tann minni bygningurin verður eitt orkesturhøli, har stór og smá kór og orkestur kunna venja og hava framførslur. Einar 12 milliónir krónureru tøkar til byggingina árið 2013 út. Eik Banki heldur fast um, at bankin ikki hevur ábyrgdina av ráðgevingini í gamla Kaupthing Banka, sum í síðsta enda kostaði fólki alla sína íløgu. Sólborg Dulavík og Poul Michelsen stevndu Eik eftir endurgjaldi. Rætturin hevur viðgjørt málini í hesi vikuni, og tey eru nú tikin til dóms. Dómur fellur 13. november. AElig tlanin hjá landsstýrinum at taka Landsbanka Føroya av sum stovn, og flyta virksemið til aðrar stovnar, fær fyrstu viðgerð í løgtinginum í dag. Fýra uppskot, sum hava samband við málið, verða viðgjørd undir einum. Talan er um lógina um Búskaparráðið, um gjaldføris og skuldarfyrisiting, um Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin og at seta lógina um Landsbankan úr gildi. Løgtingið fer eisini at hava fyrstu viðgerð av uppskotinum um at broyta lógina um lønarhæddaravgjald, og at arvaavgjaldið skal fara í landskassan. Skrivligir fyrispurningar Løgtingsfundurin byrjar kl. 9.30, og fyrst skal løgtingið taka støðu til, um Bjørn Kalsø skal svara tveimum skrivligum fyrispurningum frá Gunvør Balle, um sparingar og bygnaðarbroytingar í fólkaskúlanum og um skerjingina av Mentanargrunninum, Námi og av játtanini til tónleik og sang. Framløga er eisini á skránni fyri tingfundin í dag. Íløgufelagið frá 5. oktober 2012 hevur keypt KT fyritøkuna Norriq. Keypsprísurin er millum 50 og 60 milliónir krónur. Tað eru minnilutaeigararnir saman við fyrrverandi stjóranum, Bo Martinsen, ið hava keypt fyritøkuna. Nýggju eigararnir eru spf. Enniberg v Mortani Johannesen, spf. Holm, GTM Holding, Reiðaríið Ruth v Gullaki Madsen, og fyrrverandi stjórin, Bo Martinsen. Ein av keyparunum, sum enn vil vera ónevndur, sigur við Útvarpið, at nýggja felagið fer at reka Norriq víðari, og hann leggur dent á, at tey ikki høvdu keypt fyritøkuna uttan so, at tey hava vónir um at fáa tað at bera seg. Gomlu eigararnir mistu nógvan pening Føroya Tele átti umleið 40 prosent av Norriq. TF Holding samtakið átti somuleiðis umleið 40 prosent, og Framtak átti umleið átta prosent. Aðrir føroyskir íleggjarar áttu 12 prosent av fyritøkuni. Eigararnir hava í fleiri umførum verið noyddir at seta fleiri pengar í felagið, og út frá hesum ber til at staðfesta, at samlaða tapið verður áleið 200 milliónir krónur. 175 fólk starvast hjá Norriq í løtuni. Klaus Rasmussen er nevndarformaður og Bo Martinsen stjóri í Íløgufelagnum frá 5. oktober 2012, sum hevur keypt Norriq. Joseph Blatter, forseti í FIFA, fer nú at kanna møguleikarnar fyri at geva Føroyum ein viðurkendan limaskap í Altjóða Olympisku Nevndini, IOC. Ein slíkur limaskapur hevði havt við sær, at Føroyar høvdu kunnað luttikið undir egnum flaggi í olympisku leikunum. Tað sigur Løgmansskrivstovan í tíðindaskrivi eftir fundin, sum Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, og FIFA forsetin høvdu í Tinganesi í dag. Løgmaður greiddi Joseph Blatter frá royndunum at fáa sjálvstøðugan limaskap í Altjóða Olympisku Nevndini, so føroysk ítróttafólk kunnu umboða Føroyar á olympisku leikunum. Blatter hevur sæti í nevndini fyri IOC. Viðurkendur limaskapur Møguleikin fyri, at Føroyar kunnu fáa ein sonevndan viðurkendan limaskap varð eisini umrøddur. Ein slíkur limaskapur hevði havt við sær, at Føroyar høvdu kunnað luttikið undir egnum flaggi í olympisku leikunum. Joseph Blatter lovaði at kann henda møguleikan, sigur Løgmansskrivstovan. Fólkatalið í Klaksvíkar kommunu er seinasta árið vaksið við 25 fólkum. Hetta er størsti fólkavøkstur, sambært nýggjastu tølunum frá Hagstovuni. Vøksturin í Klaksvík svarar til eitt hálvt prosent. Næststørsti vøkstur var á Tvøroyri, har fólkatalið er vaksið við 24 fólkum seinastu 12 mánaðirnar. Vøksturin svarar til 1,4 prosent. Afturgongd í flestu kommunum Í flestu kommunum hevur tó verið afturgongd í fólkatalinum seinasta árið. Størsta afturgongdin er í Sunda kommunu, har fólkatalið minkaði við 42, er til 2,5 prosent. Í Eysturkommunu minkaði fólkatalið við 35 fólkum, er 1,8 prosent, og í Fuglafjarðar kommunu minkaði fólkatalið við 32 fólkum. Tað svarar til 2,1 prosent. Størsta lutfalsligu afturgongdin var í Húsa kommunu. Har búgva fimm fólk færri nú, enn 1. august í fjør. Afturgongdin er 9,3 prosent. Fólkatalið í Føroyum minkar støðugt. Seinasta uppteljingin hjá Hagstovuni vísir, at 1. august búðu 48.521 fólk í Føroyum. Hetta eru 187 færri enn 1. august árið fyri. Hesar 12 mánaðirnar vórðu 582 føroyingar føddir, meðan 395 doyðu. Burðaravlopið er 187, og tað eru 71 færri enn somu tíð árið fyri. Samstundis fluttu 374 fólk fleiri av landinum, enn tað fluttu til landið. Í 2004 var burðaravlopið 334, men nú er tað minkað niður 187. Havstovan sigur, at orsøkin er ikki, at føroysku kvinnurnar eiga færri børn, enn tær hava gjørt. Trupulleikin er, at talið av kvinnum í burðarførum aldri er minkað so nógv. Løgreglan kannar framvegis málið um mannin, sum varð funnin deyður í Viðarlundini í morgun. Maðurin var í tríatiárunum og ættaður úr Havn, men løgreglan útihýsir, at ein brotsgerð er framd. Avvarðandi hjá deyða manninum eru kunnað. Maðurin varð funnin lívleysur í niðaru tjørnini í Viðarlundini í Havn stutt eftir klokkan átta í morgun. Lækni staðfesti, at hann varð deyður. Tað eru vánalig skoðsmál, starvsfólkini í Mentamálaráðnum geva av sínum egna arbeiðsplássi. Tað vísir ein kanning, sum fyritøkan 2Improve hevur gjørt av viðurskiftunum í ráðnum fyrra hálvár í ár. Mentamálaráðið skrivaði í januar undir sáttmála við fyritøkuna 2Improve um at gera kanningar av ráðnum, og at gera uppskot til nýggjan bygnað, sum skal fáa ráðið at virka betur. Ein av grundarsteinunum undir niðurstøðunum hjá 2Improve, eru samrøður við nøkur starvsfólk, leiðarar og landsstýrismann. Og hesi eru rættiliga samd um, hvat bagir Ov vánalig stýring Stýringin er ov vánalig. Til dømis dugir ráðið ikki nóg væl at fyrireika og útinna verkætlanir, ov lítið yvirlit er yvir samlaðu uppgávurnar í ráðnum, og tær eru ikki nóg greitt raðfestar ov nógv tíð verður brúkt at sløkkja eld. Starvsfólkini kenna ov illa fremstu málini hjá ráðnum og sær sjálvum, og býtið av avgerð og ábyrgd er ógreitt. Haraftrat eru fundirnir ov illa skipaðir, og kunningin er ov vánalig. Starvsfólkini hava ov nógv at gera, og hetta ger, at leiðslan ofta sjálv noyðist upp í málsviðgerðina. Bunkarnir á borðinum hjá starvsfólkunum hópa seg upp, og málsviðgerðin tekur ov langa tíð í meðal hálvan triðja mánað. Eisini glottar Men so eru eisini ljósglottar Samstarvið í ráðnum er gott, starvsfólkini hava frælsi og álit, og tey kenna væl tørvin hjá viðskiftafólkunum. Í juni kemur so 2Improve við uppskoti um nýggjan bygnað í Mentamálaráðnum, sum skal bøta um tænastuna hjá ráðnum og arbeiðsumstøðurnar hjá leiðslu og starvsfólki. Millum annað mælir 2Improve til, at arbeiðið í ráðnum verður skipað í toymum. Tað skal skiljast millum menning, verkætlanir og rakstraruppgávur. Og starvsfólk, skúlar og stovnar skulu hava størri ábyrgd. Fimm toymi Mentamálaráðið skal í framtíðini stýrast við fimm toymum, mælir 2Improve til. Einum leiðslutoymi, fyrisitingartoymi, avrikstoymi, starvsfólka og lógartoymi og einum menningartoymi. Fyrimunurin við at arbeiða í toymum er, at fleiri taka ábyrgd, har eru ymiskar áskoðanir og mentanir og at ymiskleikin ger toymini sterk, sigur 2Improve. Eftir ætlan skuldu uppskotið um nýggjan bygnað setast í verk í september, men av tí at Mentamálaráðið fekk nýggjan aðalstjóra í august, er arbeiðið útsett. Nýggi aðalstjórin, Poul Geert Hansen, sigur, at broytingar verða gjørdar í uppskotinum og at tað væntandi verður sett í verk í november. Tommy Petersen leggur nú frá sær sum stjóri í Sjóvinnustýrinum. Á nýggjárinum fer hann í starv sum seniorráðgevi hjá Danida í Ramallah. Tommy Petersen hevur verið stjóri í góð fýra ár, fyrst á FAS og Skipaskráseting Føroya, og síðani eisini á Skipaeftirlitinum, ella Sjóvinnustýrinum, sum samanløgdu stovnarnir nú eita. Um ársskiftið tekur Tommy Petersen við starvi sum seniorráðgevi hjá Danida í Ramallah, har hann skal veita palestinsku stjórnini ráð og vegleiðing í sambandi við, at tey skipa lands og kommunuumsiting. Løgreglan fekk stutt eftir klokkan átta í morgun fráboðan um, at ein maður var funnin lívleysur í einum dunnuhyli í Viðarlundini í Havn. Lækni kom alt fyri eitt á staðið og staðfesti, at maðurin var deyður. Løgreglan kannar nú málið. Greinin verður dagførd. Útoyggjafelagið fegnast um avgerðina hjá Klaksvíkar býráð um ikki at leggja Húsa kommunu saman við Klaksvíkar kommunu á hesum sinni. Útoyggjafelagið hevur sent øllum býráðslimunum í Klaksvíkar býráð ein tøkk fyri teirra skilagóðu avgerð í málinum. Vit vilja nýta høvi at takka hvørjum einstøkum býráðslimi, sum atkvøddi fyri broytingaruppskotinum hjá Steinirni O. Jacobsen, og takka honum fyri uppskotið, skrivar Útoyggjafelagið í takkarskrivinum. Gott og gagnligt At borgarar á Húsum og á Syðradali nú hava ein veruligan møguleika at koma til orðanna, er gott og gagnligt, tí besta trygdin fyri burðardyggum bygdasamfeløgum er luttøka og samstarv. Óla Jákup úr Dímun, formaður, og Olga Biskopstø, samskipari, hava skrivað undir takkarskrivið frá Útoyggjafelagnum . Janus Rein hevur ongar ætlanir um at lata tingsessin frá sær, nú hann hevur tikið seg úr Framsókn og er vorðin uttanflokkatingmaður. Tað ger hann greitt, nú umboð fyri Framsókn í almennum brævi hava heitt á hann um at siga tingsessin frá sær. Broytir ikki støðuna Yvirlýsingin broytir ikki mína støðu. Orsøkin, til at eg fór úr Framsókn, var ikki politisk ósemja, men at samstarvið millum formannin og meg als ikki hevur verið nøktandi í longri tíð, sigur Janus Rein í eini viðmerking seinnapartin. Sum eg boðaði frá, tá ið eg fór úr flokkinum, fari eg framvegis at vera trúfastur móti teimum málum, sum veljararnir valdu meg á Føroya Løgting at virka fyri. Hetta var ein trupul avgerð fyri meg, ið eg eisini harmist um. Eg havi ikki hug at fara út í eitt alment eljustríð við formannin í Framsókn, sigur Janus Rein. Tað gongur striltið hjá Akstovuni at fáa inn vegskattin fyri seinna hálvár, sum skuldi verið goldin í juli. Akstovan hevur tí latið politinum 473 mál um eftirstøður í vegskattinum. Akstovan biður politiið um at taka nummarspjøldrini av akførum, sum enn ikki hava goldið vegskatt fyri seinna hálvár í ár. Kann eigarin tí ikki vísa kvittan fyri vegskattin, verða nummarspjøldrini klipt. AElig tlanin er at byggja virknis og umlættingardepil í Sandoynni til børn og ung við serligum avbjóðingum. Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur biðið løgtingið um heimild at fara undir verkætlanina, sum í mesta lagi skal kosta slakar 12 milliónir krónur Landsstýriskvinnan hevur avgjørt at raðfesta eitt tilboð í Sandoynni, hóast verkætlanin ikki er endaliga viðgjørd. Karmur um virksemi hjá Stuðulsfólkaskipanini Virknis og umlættingardepilin í Sandoynni skal verða karmur um virksemið hjá Stuðulsfólkaskipanini fyri børn í Sandoynni og eitt landsumfevnandi tilboð, ið gevur øllum børnum og ungum við serligum avbjóðingum møguleika fyri at fáa umlætting um vikuskiftið. Í løtuni eru seks børn í Sandoynni, ið fáa tilboð frá Stuðulsfólkaskipanini fyri børn, og Almannaverkið hevur upplýst, at 34 børn og ung hava tørv á umlætting um vikuskiftið. Á leið 19 ung við serligum avbjóðingum kunnu gagnnýta eftirskúlalíknandi tilboðið, sum depilin eisini skal fevna um. Liðugur í 2017 Tekur løgtingið undir við at byggja virknis og umlættingardepilin, verður ein bólkur settur at gera eitt fakligt tilmæli um ítøkiliga innihaldið í tilboðnum. Síðani verður ein bygginevnd sett, sum skal gera tilmæli um staðseting, hølir, kostnaðarmeting og byggiskrá. Annika Olsen sigur, at eftir ætlan skal depilin takast í nýtslu í 2017. Í fíggjarkarminum fyri 2015 og 2016 eru settar av tilsamans 11,9 milliónir krónur til verkætlanina. Stovnarar, nevndarlimir og valevni hjá Framsókn heita nú á Janus Rein um at leggja tingsessin frá sær. Í einum almennum brævi til fyrrverandi tingmannin hjá Framsókn verður heitt á Janus Rein um at geva okkum arbeiðsfrið og geva Framsókn aftur tingsessin og teir nevndarsessir, sum flokkurin skal brúka fyri at kunna arbeiða. Einki samsvar Og víðari stendur í brævinum Nú tú hevur valt at taka annan tingsessin frá flokkinum og gera hann til tín egna, veitst tú, at einki samsvar er millum tað, tú tekur úr flokkinum, og tann lutin, sum tú hevur lagt í stríðið fyri at byggja flokkin upp, ella tær persónligu atkvøðurnar, tú fekst á løgtingsvalinum. Uttanflokkatingsmaður Janus Rein boðaði leygardagin frá, at hann tekur seg úr Framsókn, tí samstarvstrupulleikar eru millum hann og formannin, Poul Michelsen. Janus Rein, sum nú er uttanflokkatingmaður, varð valdur á ting fyri Framsókn á løgtingsvalinum 29. oktober í fjør. Hann fekk 250 atkvøður. 25 fólk hava skrivað undir áheitanina, og teirra millum er floksformaðurin, Poul Michelsen. Fíggjarlógin 2013 er høvuðsevnið í kjakinum, sum verður eftir tíðindini í Degi og Viku í sjónvarpinum í kvøld. Umboð fyri allar flokkar vera við. Johan Dahl umboðar Sambandsflokkin, Jørgen Niclasen Fólkaflokkin, Aksel V. Johannesen Javnaðarflokkin, Høgni Hoydal Tjóðveldi, og Jenis av Rana umboðar Miðflokkin. Framsókn hevur givið avboð, og í løtuni er ikki greitt, hvør fer at umboða Sjálvstýrisflokkin í sendingini. Kjakið verður sent beinleiðis eftir tíðindapartin í Degi og Viku og varir 45 50 minuttir. Katrin Petersen og Bogi Godtfred vera vertir. Útoyggjafelagið mælir Klaksvíkar býráð frá at taka støðu til spurningin um at leggja saman við Húsa kommunu á býráðsfundinum í kvøld. Felagið mælir til, at Klaksvíkar býráð gevur málinum gjølligari viðgerð, so tey, sum búgva í Húsa kommunu, fáa ein veruligan møguleika at vera við í tilgongdini. Grundgevingin fyri áheitanini er, at verður samanleggingin samtykt í kvøld, kann hon forkoma trivnaðinum í Húsa kommunu. Her er talan um bygdir á útoyggj, ið frammanundan eru sera viðkvæmar. Tí er tað serliga umráðandi at hava borgararnar við í menningini, verður sagt í skrivinum, sum sent øllum býráðslimunum í Klaksvík. Útoyggjafelagið vísir á, at kommunuval verður í heyst, og tí er hetta ein upplagdur møguleiki, at málið fær eina fólkaræðisliga tilgongd. Í gjárkvøldið samtykti ein meirluti í kommunustýrinum í Húsa kommunu at leggja saman við Klaksvíkar kommunu á nýggjárinum. Málið er skránni fyri býráðsfundin í Klaksvík í kvøld. Grindin, sum var merkt við sendarum seinasta týsdag, hevur síðani í gjár hildið kós í ein landsynning, og hon er nú komin út móti Sandoyarbanka, áleið 50 fjórðingar úr landi. Grindin hevur ferðast millum oyggjarnar, síðani hon varð merkt. Fyrstu dagarnar var hon í Sundalagnum, har hon støðaðist í tveir dagar. Sunnunáttina var grindin á Skálafjørðinum. Tá hon kom út móti Saltnesgrynnuni, steðgaði hon á. Tá varð avrátt at royna at reka hana út av fjørðinum. Tað eydnaðist, og síðani varð grind rikin nakað eystur um Nólsoynna. Allir seks sendararnir á hvalunum senda enn, sum teir skulu. Náttúrugripasavnið hevur staðfest, at tað enn er sami upprunabólkur, ið telur áleið 30 hval. Eitt mál móti Eik Banka verður í hesum døgum roynt í Føroya Rætti. Tað eru Sólborg Dulavík og Poul Michelsen sum hava stevnt Eik Banka. Tey bæði mistu fleiri hundrað túsund krónur upp á eitt tilboð frá Kauphing, sum lovaði, at tað var váðaleyst at seta pening í europeisk partabrøv. Men tað var tað ikki. Tey bæði hava nú stevnt Eik Banka, tí Eik Banki yvirtók henda partin av virkseminum hjá Kaupthing. Misti uppsparingina Sólborg Dulavík misti alla sína uppsparing, 300.000 krónur. Poul Michelsen misti 400.000 krónur. Tey bæði eru bara tvey av nógvum privatpersónum, fyritøkum og fakfeløgum, sum hava sett tíggjutals milliónir krónir í partabrøv, ið Kaupthing seldi uttan váða frá 2006, skrivar Dimmalætting. Sambært blaðnum standa kunnu millum 80 og 90 milliónir krónur standa upp á spæl hjá Eik Banka, um bankin tapir málini í Føroya Rætti. Sakarmálið hjá Sólborg Dulavík var fyri í rættinum í gjár. Í dag viðger rætturin sakarmálið, sum Poul Michelsen hevur reist. Bygdarráðið í Húsa kommunu samtykti í gjárkvøldið, at kommunan leggur saman við Klaksvíkar kommunu 1. januar næsta ár. Tveir bygdarráðslimir atkvøddu fyri og ein ímóti sáttmálanum millum tær báðar kommunurnar. Kristian Hansen, borgarstjóri í Húsa kommunu, sigur við Útvarpið, at hesin sáttmálin líkist nógv sáttmálanum, sum Klaksvíkar kommuna gjørdi við Mikladals kommunu og Svínoyar kommunu, tá tær fyri nøkrum árum síðani fóru upp í Klaksvíkar kommunu. Uppskotið hevur verið til góðkenningar í Innlendismálaráðnum. Ímóti samanlegging á fólkaatkvøðu Tá fólkaatkvøðan var í kommununum fyrr í ár, atkvøddi ein greiður meiriluti í Húsa ommunu ímóti samanlegging. Óvanliga stórur áhugi var fyri bygdarráðsfundinum í gjárkvøldið. Vanliga eru fundirnir á skrivstovuni hjá kommununi, men í gjárkvøldið varð neyðugt at flyta fundin í skúlan á Húsum, og skúlastovan í bygdini var fullsett, frættir Útvarpið vit av Húsum. Í kvøld fer hin parturin, Klaksvíkar býráð, at taka støðu til sáttmálan. Bygdarráðið í Fámjin heitir á Løgtingið og landsstýrið um at raðfesta eina nýggja farleið til bygdina. Í stuttum kann sigast um Fámjinsvegin, at hann er smalur, hevur hættislig sving, har eru ov fá víkipláss, grót ryður dagliga oman á vegin, og sum heild er vegurin sera ringur at koyra eftir, serliga um veturin, sigur kommunustýrið í Fámjin í brævi til Løgtingið og landsstýrið. Í brævinum, sum fyrst og fremst er stílað Kára P. Højgaard, landsstýrismanni í innlendismálum, vísir bygdarráðið á uppskotið hjá Landsverki um at gera ein tunnil til bygdina. Smalur vegur Í heildarætlanini fyri samferðslukervið, árini 2008 til 2020, vísir Landsverk á, at farleiðin Øravík Fámjin er ein smalur vegur, sum liggur høgt og er sera brattur, har vanta vegakslar, og um veturin kunnu vera trupulleikar. Sum uppskot til loysn á trupulleikanum vísir Landsverk á, at á ovasta strekkinum, umleið tveir kilometrar, kann við fyrimuni gerast ein tunnil, ið er 600 800 metrar, sum fer at bøta um størstu trupulleikarnar. Samstundis staðfestir Landsverk í stóru samferðsluætlanini, Heildarætlan 2008 til 2020, at allur vegurin treingir til dagføring. Men farleiðin til Fámjin er ikki raðfest hvørki í heildarætlanini ella í fíggjarlógaruppskotinum. Og tað hevur um dagarnar fingið bygdaráðið í Fámjin at heita á landsstýrið um at fáa gjørt ein tunnil til Fámjins sum skjótast. Gongd er av álvara komin aftur á makrelfiskiskapin, frættir Útvarpið av makrelleiðunum norðan fyri Føroyar, har Tróndur í Gøtu, Finnur Fríði og Fagraberg fiska í løtuni. Eftir heldur smáligan fiskiskap í eina tíð, er makrelfiskiskapurin vaksin aftur, og nógvur makrelur er at síggja. Nýggjastu veiðitølini hjá Fiskiveiðieftirlitinum vísa eisini, at út við 100.000 tons av makreli eru fiskað. Seinastu landingarnar eru skrásettar í gjár, og tær vísa, at tilsamans eru fiskað 98.400 tons av makreli. Finnur Fríði hevur fiskað mest makrel 18.335 tons. Norðborg hevur fiskað 16.410 tons og tróndur í Gøtu 14.437 tons. Reiðaríið JFK Trol heldur fast um, at Fiskimálaráðið eigur at gjalda 10 milliónir krónur í endurgjaldi fyri missin, sum stóðst av hendingini í desember 2009, tá russiska sjóverjan tók Skálaberg fyri ólógligan fiskiskap. Skipið selt Skálaberg er síðani seldur, fyrst til Argentina og herfyri til Íslands, men endurgjaldskravið fyri tilburðin í Murmansk fyri skjótt trimum árum stendur við. Reiðaríið fekk fimm milliónir krónur í bót í rættinum í Murmansk. Harumframt sigur reiðaríið seg hava mist aðrar fimm milliónir, tí tilburðurin seinkaði søluni av skipinum. Og sum tað triðja kemur mist fiskitíð og útreiðslur tí skipið varð hildið aftur í Murmansk. Mistak í samskiftinum JFK Trol heldur uppá, at Skálaberg varð tikin, tí eitt mistak varð gjørt í samskiftinum millum føroyska Fiskimálaráðið og russiskar myndugleikar. Fiskimálaráðið hevur ábyrgdina av hesum mistakinum og eigur tí at lata reiðaríinum endurgjald, heldur JFK Trol. Samráðingar millum reiðaríið og Fiskimálaráðið endaðu úrslitaleysar. Fiskimálaráðið metir seg ikki hava skyldu at veita reiðarínum endurgjald, og tí verður tað Føroya Rættur, sum skal skera ígjøgnum. Fyrireikandi rættarfundur verður um eina viku. Rættarmálið um svik fyri næstan átta milliónir krónur í fyritøkuni Injector Trawldoors er tikið upp aftur í dag. Fyrrverandi stjórin, sum er føroyingur, og roknskaparleiðarin eru ákærdir, men teir nokta seg sekar. Í dag varð ein av høvuðseigarnum, Steen Aabo, avhoyrdur í rættinum. Í nærum tveir tímar greiddi hann frá, hvørja uppliving hann hevði av skilinum í fyritøkuni Injector Trawldoors. Tað sigur Bente Just, journalistur á Horsens Folkeblad, sum var í rættinum í dag, og hevur fylgt málinum. Dómur 23. november Steen Aabo greiddi frá, at eigararnir fingu illgruna um, at alt ikki ruggaði rætt í fyritøkuni, tá ársroknskapurin fyri 2009 skuldi gerast upp. Seks rættarfundir eru settir av á hesum sinni, og 20 vitni skulu avhoyrast.Væntandi fellur dómur 23. november. Bogi Andreasen, sum í løtuni hevur sæti á tingi fyri Fólkaflokkin sum varamaður, hevur sett Johan Dahl, landstýrismanni, fyrispurning, um hann ætlar at broyta Barsilsskipanina, og hvat hann heldur um at leingja útgjaldið út hálvum ári upp í eitt ár. Eftir galdandi skipan fæst útgjald úr Barsilsskipanini í umleið hálvt ár, hóast rætturin til foreldrafarloyvi er eitt ár. Í Danmark fáa foreldur útgjald í 52 vikur, og í Noregi ber til at fáa fult gjald til barnsburðarfarloyvi í 46 vikur, ella 80 prosent av fullum útgjaldi í 56 vikur. Bogi Andreasen sigur, at henda sannroynd elvir helst til, at undir føroyingar, sum útbúgva seg ella arbeiða í Danmark, Svøríki ella Noregi, aftra seg við at flyta heimaftur, og er við til at minka fólkatalið í Føroyum. Ríkisfelagsskapurin eigur at standa á tímatalvuni í donskum skúlum. Tað heldur danski søgufrøðingurin, Tina Adele Hoff, sum hevur skrivað bókina Danmark og Føroyar Ein søgulig kanning av gongdini í sambandinum millum Danmark og Føroyar, frá 1850 til 2010 , sum júst er komin út. Sambært bókini vita danskir miðnámsskúlanæmingar at kalla onki um Føroyar. Og tað hongur illa saman við, at danski forsætisráðharrin sigur, at ríkisfelagsskapurin er sterkur og neyðugur, sigur Tina Adele Hoff sambært donsku Weekendavísini. Miðnámsskúlanæmingar vita einki Skal ein sterkur og neyðugur ríkisfelagsskapur gerast veruleiki, krevur tað meiri upplýsing og undirvísing. Tað undirgrevur ríkisfelagsskapin, at danskir næmingar ikki læra, at Danmark er partur av einum rætttiliga sermerktum ríkisfelagsskapi við Føroyar og Grønland, sigur Tina Adele Hoff. Sambært bókini vita 70 prosent av donskum miðnámsskúlanæmingur ikki, at Tórshavn er høvuðsstaðurin í Føroyum. 90 prosent siga, at Føroyar als ikki eru partur av teirra vitan um danmarkarsøguna 76 prosent halda ikki, at tað hevði verið ein stórur missur fyri Danmark, um Føroyar tóku seg úr ríkisfelagsskapinum. 59 næmingar úr Zahles, Ørestad og Odder studentaskúlum vóru við í kanningini. Kommunuskattainntøkurnar í Suðuroynni fyrstu níggju mánaðirnar í ár eru góðar 4,3 milliónir krónur størrii enn sama tíðarskeið í fjør. Vøksturin er 4,9 . Og vøkstur er í øllum kommunum. Verður samanborið við onnur øki í landinum, er vøksturin skattainntøkunum í Suðuroynni høgur. Nógvar kommunur hava fingið minni inn í skatti fyrstu níggju mánaðirnar í ár samanborið við í fjør, meðan aðrar kommunur hava havt ein lítlan vøkstur. 6,1 størri á Tvøroyri Ongin kommun hevur havt størri vøkstur í skattainntøkunum enn Fámjins, Hovs og Hvalbiar kommunur. Í Fámjins og Hovs kommunum hevur vøkturin verið ávikavist 12,2 og 11,2 fystu níggju mánaðirnar í ár. Í Tvøroyrar kommunu fingu tey 6,1 meir í skatti higartil í ár samanborið við somu tíð í fjør. EB Streymur greiddi sína skyldu, tá teir vunnu 3 2 á NSÍ. Hóast NSÍ einki hevði at spæla fyri, megnaðu teir at seta EB Streym undir trýst. EB Streymur var á odda 2 1 í hálvleikinum. Arnbjørn Hansen vísti sítt máltev og legði sundalagsmenn á odda fyrst 1 0 og so 2 1. Debus Danielsen skeyt málið hjá NSÍ. Stutt eftir steðgin økti Pætur Dam Jacobsen til 3 1. NSÍ megnaði at skapa spenning aftur í dystin, tá Jens Joensen stutt fyri leiklok minkaði um munin. EB Streymur vann sítt fyrsta føroyameistarheitið síðani 2008. ÍF og HB leiktu málleysan javnleik í Fuglafirði. Um ÍF skuldi gerast føroyameistar, skuldu teir vinna, samstundis sum EB Streymur skuldi missa stig. Hjá HB var nokk við javnleiki, um teir skuldi røkka Europa. Tað vóru nakrir góðir málmøguleikar, men sum heild var tað ein keðiligur dystur. Serliga ÍF legði nógv fyri at skora. Samanumtikið kunnu liðini, ið eftir dystin ávíkavist fingu silvur og bronsuheiðursmerki, vera nøgd við kappingarárið. Málsetningurin hjá B68 var greiður Teir skuldu vinna við minst 4 málum ímóti TB við Stóra í Trongisvági. Teir vunnu 4 1. Plássið hjá TB í Effo deildin, sá ikki út til at vera í vanda, tí B68 megnaði ikki av álvara at bróta verjuna hjá TB niður. Dimitrji Jankovic legði eisini tvørámenn á odda, tá hálvur tími restaði í. Lítla løtu seinni javnaði Jann Ingi Petersen við brotssparki. Nú fingu toftamenn trúnna aftur, og seinasta korterið skoraðu teir tríggjar ferðir. Einar Hansen skeyt tvey, og Haraldur R. Højgaard skeyt eitt. Tað var tó ikki nóg mikið, og tá dómarin bríkslaði av, var tað, sum um TB hevði vunnið føroyameistarheitið. B68 noyðist tungu leiðina niður í 1.deild eftir eitt vanlukkuár, har teir vórðu mettur at fara at vera við í oddastríðnum. KÍ vann uttan trupulleikar á FC Suðuroy. Hetta rakk til 4. plássið, men ikki til pláss í Europa næsta ár. KÍ var greitt betri. Páll Klettskarð skeyt hatrikk fyri heimaliðið, og harvið gjørdist hann toppskjútti í Effo deildini saman við Clayton Soares hjá ÍF. Báðir hava skorað 22 mál. Andy Olsen skeyt tvey mál, Henry Heinesen eitt og Petur Andreasen eitt. Málið hjá FC Suðuroy var sjálvmál. Dysturin í Gundadali millum B36 og Víking hevði so at siga einki at siga. Dysturin var tó góður við nógvum málmøguleikum. Evrad Bl eacute legði Víking á odda stutt fyri hálvleik. Atli Danielsen javnaði við brotssparki, tá ein tími var leiktur. Bæði liðinu endaði mitt á stigatalvuni, men Víkingur vann steypakappingina, og harvið tryggjaði liðið sær pláss í Europa komandi ár. Endaliga støðan í Effo deildini EB Streymur 58 ÍF 54 HB 45 KÍ 45 Víkingur 45 B36 38 NSÍ 31 TB 24 B68 24 FC Suðuroy 09 24 fakfeløg ávara nú ímóti at avtaka Landsbankan. At avtaka Landsbankan og at lata Samhaldsfasta koma ov tætt upp at politisku skipanini, kann fáa vanlukkuligar avleiðingar, tí landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fær ov stórt vald, og einki óheft eftirlit verður, siga feløgini í yvirlýsing í dag. Óheftni hvørvur Feløgini siga, at verður ætlanin um at leggja Landsbankan, Hagstovuna og Gjaldstovuna saman, hava Føroyar ikki longur nakran óheftan stovn, sum hevur eftirlit við føroyska fíggjargeiranum, og sum er við til at varðveita trygg fíggjarviðurskifti í landinum. Feløgini siga, at landsstýrismaðurin fær stórt vald, og hann kann lættliga leggja trýst á ella ávirka limirnar í Gjaldstovuráðnum. Landsstýrismaðurin hevur sjálvur valt teir, og tí kunnu limirnir kenna seg kroystar av honum. Tey halda, at ov nógv vald og ov nógvur kapitalur verða savnað ov tætt at landsstýrismanninum. Fakfeløgini, sum hava skrivað undir yvirlýsingina, eru Ergoterapeutfelagið Bygningurin hjá Frelsunarherinum í Havn verður nú umbygdur, og samstundis verður virksemið hjá samkomuni flutt. Alt innan úr bygningnum verður tikið niður, og bygningurin verður síðani bundin saman við grannahúsini, sum er gamla Herbergið. Virksemið skert Meðan umbygt verður, verður meginparturin av virkseminum hjá Frelsunarherinum flutt oman í Perluna og Posthúskjallaran. Frelsunarherurin sigur, at í hesum mánaðinum verður virksemið munandi skert, men í november heldur virksemið í samkomuni fram óbroytt. Arbeiðið skal eftir ætlan verða liðugt í juli næsta ár. Odd Eliasen hevur í dag tikið við sum stjóri í Havsbrún, og hann verður eisini partur av leiðsluni í Bakkafrost samtakinum. Odd Eliasen var sølustjóri í Havsbrún frá 1988 til 1995, og frá 1995 stjóri á Fóðurdeildini. Harafturat hevur hann verið nevndarlimur í Bakkafrost síðani 2006, men fer nú úr nevndini. Bergur stjóri í 17 ár Bergur Poulsen, sum hevur verið stjóri í Havsbrún seinastu 17 árini og partur av leiðsluni í Bakkafrost samtakinum, leggur frá sær í dag, men hann er tøkur hjá Bakkafrost hjá Bakkafrost til 1. apríl næsta ár. Bergur Poulsen sigur, at nú er rætta tíðin at lata øðrum teymarnar. Regin Jacobsen, forstjóri í Bakkafrost, sigur, at undir leiðsluni hjá Bergi Poulsen er Havsbrún vorðin ein nýmótans, altjóða gitin framleiðari av fiskamjøli, lýsi og fóðuri. Tekjan, trækonstruksjónin og tornið eru tikin av á Saltsiloini á Drelnesi, og nú standa bara bogarnir og betongið eftir. Saltsiloin sær tí soleiðis út, sum hon gjørdi upprunaliga, áðrenn tekja varð løgd á. Ólavur Rasmussen, verkætlanarleiðari, sigur, at fyrst í november verður arbeiðið upp á Saltsiloina boðið út, og ætlanin er at skriva undir sáttmála við byggifelagið fyri jól. Arbeiðið kann so byrja fyrst í nýggja árinum. Saltsilogrunnurin hevur fingið 20 milliónir krónur úr landskassanum, 20 milliónir úr Maersk grunninum og 18 milliónir úr ríkis kassanum til at umvæla Saltsiloina, sum skal vera eitt mentanarhús. Tað er grovur mismunur, tá námsfrøðingar sjálvir mugu rinda fyri somu ískoytisútbúgving, sum lærarar kunnu fáa ókeypis. Tað sigur Maud Wang Hansen, forkvinna í Føroya Pedagogfelag, á heimasíðuni hjá Pedagogfelagnum. Ískoytisútbúgvingin, sum varð sett á stovn fyri námsfrøðingar og lærarar, hevur sjónligari enn nakrantíð víst, hvussu órættvíst og tilvildarligt útbúgvingarøkið verður rikið. 12 námsfrøðingar gjalda Støðan í dag er tann, at 12 námsfrøðingar í løtuni gjalda fyri ískoytisútbúgvingina, so at 15 lærarar kunnu fáa hana ókeypis. Hetta er mismunur av grovasta slag, sigur Maud Wang Hansen, sum nú hevur mist álitið á skipanina. Í løtuni er ongin í Mentamálaráðnum, sum varðar av dagstovnaøkinum, og landsstýrismaðurin letur sum onki, sigur Maud Wang Hansen. Hon leggur aftrat, at Mentamálaráðið, við Bjørn Kalsø á odda, hevur veruliga víst í verki, at tey ikki megna at hava yvirskipaðu ábyrgdina av dagstovnaøkinum. Starvsmannafelagið fer nú at kanna, um alt er farið rætt fram í sambandi við ætlaðu bygnaðarbroytingarnar í Klaksvíkar kommunu. Tað skrivar Norðlýsið. Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum, undrast á, at Klaksvíkar kommuna gjøgnum fjølmiðlarnar boðar frá, at fýra nýggj leiðarastørv verða sett, samstundis sum verandi leiðarar verða fluttir í onnur størv. Ikki lýst leys Tað vil siga, at kommunan setir fólk í størv, sum ikki eru lýst leys frammanundan, og tað er sera óheppið, sigur Selma Ellingsgaard. Talan kann vera um eitt rættiliga prinsipielt mál, um kommunan í hesum føri hevur víst góðan umsitingarligan sið ella ikki, sigur Selma Ellingsgaard. Tað er eisini sera óheppið, um samskifti við starvsfólkini, sum í hesum føri skulu sigast upp ella skulu flytast í annað starv, ikki er skrivligt. Sambært Norðlýsinum høvdu deildarleiðararnir í Klaksvíkar kommunu munnliga fingið at vita, at teir skuldu flytast í annað starv. Hetta var fríggjadagin, 14. september. Landsbankastjórin ávarar tinglimir ímóti at atkvøða fyri ætlanini hjá landsstýrinum at avtaka Landsbanka Føroya og flyta uppgávurnar til aðrar stovnar at røkja. Verður uppskotið samtykt, hava Føroyar ikki longur ein stovn, sum hevur til endamáls at avmarka og fyribyrgja bankakreppur, ljóðar ávaringin frá Sigurdi Poulsen í brævi til allar løgtingslimir. Vanliga verður mett, at ein hoyringarfreist, sum er 14 dagar, til týðandi lógaruppskot er í styttra lagi. Men so er ikki, tá talan er um lógaruppskotið um at avtaka Landsbanka Føroya og flyta uppgávurnar aðrastaðnis. Hevur svarað Landsbankastjórin fekk lógaruppskotini til hoyringar, samstundis sum tey vórðu løgd fyri tingið, við svarfreist 10.oktober eina lítla viku eftir, at fíggjarlógin hevur verið til 1.viðgerð. Sigurd Poulsen hevur tó longu svarað. Hoyringarsvarið er ein stór ávaring til Føroya Løgting um ikki at taka undir við ætlanini hjá landsstýrinum at avtaka Landsbankan. Uppgávan at tryggja fíggjarligt støðufesti verður við avtøku av landsbankalógini strikað, ljóðar ávaringin frá Sigurdi Poulsen, sum vísir á, at við eini avtøku hevur eingin føroyskur samfelagsstovnur uppgávuna at tryggja fíggjarligt støðufesti. Hetta er ein álvarsligur trupulleiki, sum Fíggjarmálaráðið als ikki hevur fyrihildið seg til í lógartilgongdini, skrivar Sigurd Poulsen. Landsbankin avmarkað skaðan Í sínum hoyringarsvari vísir landsbankastjórin á fleiri dømi, har Landsbankin hevur ein týðandi leiklut í samfelagnum. Eitt nú seinastu bankakreppu, sum byrjaði við útlánsvøkstrinum í 2006 og 2007. Landsbankin fekk undir seinastu kreppuni í ávísan mun avmarkað samfelagsliga skaðan, millum annað við at halda stóran part av gjaldførinum hjá landinum uttan fyri føroyska bankakervið. Við hesum eydnaðist at tryggja, at hesin peningur ikki varð nýttur til framhaldandi útlánsvøkstur, og at tryggja, at tað almenna bert í avmarkaðan mun beinleiðis varð drigið inn í tapini, sum stóðust av kreppurakta EIK bankanum, skrivar landsbankastjórin. Almennu Føroyar skuldu bjargað Eik Um bjargingina av Eik Banka vísir Sigurd Poulsen á, at tað eydnaðist at skipa bjargingina soleiðis, at hon ikki hevði við sær beinleiðis útreiðslur fyri føroyska skattgjaldaran og verri rating úrslit fyri landið. Landsbankin hevði í hesum sambandi ein virknan leiklut og helt fast við, at møguleikarnir í sonevndu bankapakkunum, sum skipaðir vóru við fólkatingslóggávu, skuldu troytast. Hetta, hóast danskir myndugleikar løgdu trýst á fíggjarmálaráðharran og landsbankan um, at almennu Føroyar enn eina ferð áttu at fíggja bankabjargingina, skrivar landsbankastjórin. Ivast í óheftni Sigurd Poulsen setir eisini stórt spurnartekin við, um leisturin hjá landsstýrinum tryggjar óheftni viðvíkjandi roknskaparhaldi landsins. Óheftni, skipað eftir leistinum hjá landsstýrinum, er munin veikari, enn tað, sum er galdandi ídag í lógarverkinum fyri landsbankan, metir landsbankastjórin. Hoyringarsvarið hjá Sigurdi Poulsen er dagfest 3. oktober, og latið øllum tinglimum undan 1.viðgerð av fíggjarlógini, sum byrjaði fyrrapartin. Sí alt skrivið frá landsbankastjóranum her 58 umsóknir vóru til útbúgvingina til námsfrøðing á Fróðskaparsetrinum í ár, og tað er tað minsta síðstu fimm árini. Tað upplýsti Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, í løgtinginum ígjár. Í 2008 vóru 86 umsóknir til námsfrøðiútbúgvingina. Í 2009 vóru 71 umsóknir, í 2010 vóru 63 umsóknir, og í 2011 vóru 69 umsóknir. Av teimum 58, sum søktu í ár, sluppu 38 gjøgnum nálareygað. 35 kvinnur og tríggir menn. Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna, reisti spurningin, hví útbúgvingin til námsfrøðing ikki hevur størri undirtøku í ár. Løgtingið fer fyrrapartin undir at viðgera uppskotið til fíggjarlóg fyri 2013. Sambært fíggjarlógaruppskotinum verða inntøkurnar hjá landskassanum 4 milliardir og 538 milliónir krónur næsta ár. Tá eru 120 milliónir krónur í nýggjum tilfeingisgjaldi frá fiski og alivinnuni íroknaðar. Næsta ár verða útreiðslurnar 4 milliardir og 792 milliónir krónur. Sostatt verður undirskotið 253 milliónir krónur næsta ár. Við fíggjarlógaruppskotinum fyri 2013 eru løgd fram 22 lógaruppskot. Enn er lógaruppskotið, ið heimilar landsstýrinum at krevja inn tilfeingisgjald næsta ár, ikki lagt fram. Tingfundurin byrjar klokkan hálvgum tíggju. Tað dregur út við at koma til eina niðurstøðu um, hvør skal hava rætt til festið í Fámará. Fiskimálaráðið hevur nú givið pørtunum eina nýggja freist at koma við viðmerkingum til málið. Nýggja freistin er 10. oktober. Sakførarin hjá Johan Dalsgaard, Thorkild Høyer, hevur kært, at Jens Andrias Vinther, advokatur, seldi festið á uppboðssølu fyri Búnaðarstovuna. Men Fútarætturin hevur svarað Fiskimálaráðnum, at kongaliga fyriskipanin frá 1936 um uppboðssølur er ikki galdandi í tí førinum, kært er um. Eftirlønin úr Samhaldsfasta høkkar trý prosent næsta ár. Tað hevur stýrið fyri Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin gjørt av. Tað merkir, at 1. januar 2013 verður eftirlønin úr Samhaldsfasta 2.850 krónur um mánaðin. Lógin um eftirlønargrunnin sigur, at stýrið fyri grunnin skal áseta útgjaldið eina ferð um árið. Løntakarar og arbeiðsgevarar rinda Løntakarar og arbeiðsgevarar hava síðani 1. januar 1992 goldið í grunnin. Løntakarar og arbeiðsgevarar rinda ein prosentpart av ávikavist a inntøkuni og útgoldnu lønini, so hvørt lønin verður útgoldin. Eftirlønarveitingin er ásett soleiðis, at grunnurin sleppur undan at lækka hana seinni, og í staðin fyri hevur møguleika fyri at lata eina vaksandi upphædd, sum í minsta lagi veksur líka nógv sum inflatiónin, sigur stýrið fyri grunnin. Vandi er fyri, at eini 30 fulltíðarstørv á Landssjúkrahúsinum rúka næsta ár, og í ringasta føri verða millum 30 og 50 starvsfólk rakt. Tað skrivar Sosialurin í dag. Sambært fíggjarlógaruppskotinum skal Landssjúkrahúsið spara 800.000 krónur, og eingin játtan verður latin fyri lønarhækkingar og príshækkingar, sum verða næsta ár. 10 milliónir krónur Tí verður Landssjúkrahúsið noytt at spara 10 milliónir krónur, sigur Tummas í Garði, varastjóri, við blaðið. Fíggjarætlanin er 400 millónir krónur, og skulu 10 milliónir sparast, fer tað at krevja stór inntriv. Tað svarar til eini 30 fulltíðarstørv, sigur Tummas í Garði. 800 fólk starvast á Landssjúkrahúsinum. Leiðslan situr í løtuni og telvar við ymsu deplarnar á sjúkrahúsinum, í eini roynd at finna sparingar. Brúkaragjøld Tummas í Garði sigur við Sosialin, at leiðslan vil sleppa at taka brúkaragjøld frá fólki, til tess at bøta um spentu fíggjarstøðuna. Ein møguleiki, sum hevur verið nevndur, er at taka 100 krónur frá teimum, sum brúka skaðastovuna. Miðnámsskúlarnir á Kambsdali skulu nú um og útbyggjast fyri góðar 22 miljónir krónur. Uppskot um verklagslóg er lagt fyri tingið. Skúlarnir hava eitt dagligt samstarv, og nú er ætlanin at byggja út, soleiðis at umsitingin og felags hentleikar vera undir einum taki. AElig tlanin er ikki at byggja ein nýggjan bygning, men at innrætta og víðka teir bygningar, sum longu eru. 14 flokkar Á Studentaskúlanum og og HF skeiðnum eru í løtuni 14 flokkar, og umleið 300 næmingar møta hvønn morgun úr Norðoyggjum, Eysturoynni og Norðstreymoy. Studentaskúlin, sum hevur 30 ár á baki, er bygdur saman við handilsskúlanum, ið hevur umleið 250 næmingar. Skúlin byrjaði í nýggjum hølum í 1990, men í dag eru hølisumstøðurnar ikki nøktandi, og tí leigar skúlin flokshøli í ítróttarhøllini á Kambsdali. 22,5 milliónir krónur At savna umsitingina og felags hentleikarnar undir einum taki verður mett at kosta 22,5 miljónir krónur. Á miðnámsskúlanum á Kambsdali eru tilsamans 550 næmingar og umleið 70 starvsfólk. Sløkkiliðið á Skálafjørðinum fær tvær miljónir krónur í endurgjaldi frá reiðarínum Thor fyri arbeiðið í sambandi við eldin umborð á Athenu í fjør. Tað váttar Sunnleif Højgaard, sløkkiliðsleiðari, fyri Degi og Viku. Tingingar hava verið í longri tíð millum sløkkiliðið og reiðaríið, og í síðsta mánaði samdust partarnir um upphæddina, sum verður tvær milliónir krónur. Endurgjaldið fevnir um alt arbeiðið tað er millum annað at pumpa olju úr skipinum, vaktarhald og útgerð. Endurgjald verður tó ikki latið fyri sjálva eldsløkkingina. Í kvøld fer fíggjarnevndin í Klaksvíkar býráð at umrøða loysnina, sum umboð fyri Klaksvíkar býráð og leiðsluna í Norðoya Sparikassa komu ásamt um í farnu viku um framtíðarstøðuna hjá badmintonhøllini í Klaksvík. Gunvá við Keldu, borgarstjóri í Klaksvík, vil tó enn ikki siga, hvør loysnin er, sum arbeitt hevur verið við. Hon vil ikki gera viðmerkingar, fyrr enn málið er lagt fyri fíggjarnevndina í kvøld og fyri býráðið á býráðsfundi týsdagin. Fíggjarliga sperdir Badmintonfelagið er so fíggjarliga spert, at tað fær ikki endarnar at røkka saman. Samlaða skuldin í badmintonhøllini er slakar 10,5 milliónir krónur. Ítróttarliga virksemið í badmintonfelagnum er flutt í annað felag. Upprunafelagið vónar, at Klaksvíkar kommuna og Norðoya Sparikassi í felag finna eina loysn eina sanering av skuldini so felagið megnar at reka høllina víðari. Arbeiðið at gera øki sunnan fyri flogbreytina í Vágum, har gamalt spreingievni varð funnið á sumri í 2011, er um at vera liðugt. Síðsta skotið varð latið av mikudagin í farnu viku. Síðani verður økið javnað og mold løgd á. Nakað av trygdarhegni verður sett upp afturat, og tænastuvegurin sunnanfyri verður gjørdur liðugur. Ymsar smáar ábøtur eru eftir at gera, áðrenn arbeiðsplássið verður endaliga riggað av. Væntandi ganga einar 2 3 vikur, áðrenn allir snøklar eru gjørdir, upplýsir Vága Floghavn á heimasíðuani. Annika Olsen, landsstýriskvinna, er farin at fyrireika eina skipan við óheftum barnaumboði, og ein millión krónur er sett av til endamálið á fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár. Í fjør fingu Føroyar átalu frá Sameindu Tjóða fyri ikki at hava ein óheftan stovn, ið hevur til endamáls at tryggja rættindi hjá børnum. Hesa átalu hevur landsstýriskvinnan í almannamálum tikið í álvara. Tryggja samsvar við ST ásetingar Barnaumboðið skal tryggja, at lóggávan á barnaøkinum er í samsvari við ásetingarnar í ST barnarættindasáttmálanum, og at eftirlitið á barnaøkinum sum heild verður styrkt. Óhefta skipanin við barnaumboði skal eisini tala barnanna sak í almenna kjakinum og virka fyri at geva børnum betri møguleikar at vera í kjakinum og harvið ávirka samfelagsmenningina. Góð lívskor Tað er ein mannarættur, at tú sum barn kann hava ein góðan barndóm og vaksa upp undir tryggum korum, sigur Annika Olsen. Eitt óheft barnaumboð fer at hava eitt vakið eyga við, at føroysk børn hava góð lívskor, og at vit í politisku skipanini hava sum stavnhald at liva upp til barnarættindasáttmálan hjá ST, sigur hon. Almannamálaráðið arbeiðir í løtuni við lóggávu, ið skal áseta virksemi, karmar, heimildir og skyldur hjá óheftu skipanini við barnaumboði. Føroyingar, sum fara til Danmarkar at lesa, nýtast ikki longur at hava danskt á A stigi. Nýggj avtala er gjørd millum Mentamálaráðið og danska Vísindamálaráðið um upptøkukrøvini hjá føroyingum, og hon gevur føroyska málinum somu rættindi, sum grannamálini hava í sambandi við víðari lestur í Danmark. Higartil hava miðnámsútbúgving og danskt mál á A stigi verið treyt fyri at fara undir hægri lestur í Danmark. Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, fegnast um, at nýggja avtalan javnsetur føroyskt mál við grannamálini. Nýggja avtalan er gjørd við støði í teirri sannroynd, at vit læra danskt í fólkaskúlanum og í okkara útbúgvingarskipan annars, sigur landsstýrismaðurin í mentamálum. Slakir 4.500 føroyingar hava framvegis ikki latið kapitalvinningssjálvuppgávuna fyri 2011 inn. Tað vísir ein uppgerð hjá TAKS. Hetta eru borgarar, sum í fjør hava selt virðisbrøv sambært upplýsingum frá peningastovnum, umframt tey, ið áttu partabræv í Eik Banka. Í nógvum førum er talan um borgarar, ið eiga pening til góðar, í sambandi við at virðið á øllum partabrøvunum í fyrrverandi P F Eik Banka varð niðurskrivað til 0 krónur. Við at lata TAKS kapitalvinningssjálvuppgávuna skjótast til ber, kunnu hesir borgarar tryggja sær peningin, ið tey eiga til góðar. Í alt 7.955 skattgjaldarar fingu eina kapitalvinningssjálvuppgávu sendandi í vár. Linjurnar hjá SEV um Lorvíksfjørð eru 47 metrar yvir sjónum. Tað vísa nýggjar mátingar, upplýsir MRCC. Broytingarnar verða dagførdar í sjókortunum, og ferðslan í Leirvíksfirði verður biðin um at vera ansin. Í summar komu linjurnar í skorsteinin á stóra ferðamannaskipinum, Jewel of the Seas, sum vitjaði í Norðhavnini í Klaksvík. Ikki trupulleikar fyrr Jewel of the Seas hevði fyrr siglt gjøgnum Leirvíksfjørð uttan trupulleikar. Sambært kortunum hjá skipinum var fríhæddin upp til linjurnar 60 metrar. Jewel of the Seas er millum 53 og 54 metrar høgt. Ein av manningini fekk løstir av hendingini. Nú er so staðfest, at hæddin upp til linjurnar er 47 metrar, ella 13 metrar lægri, enn kortini hjá ferðamannaskipinum vístu. Neyðugt er at hyggja nærri at tíðarskeiðinum, sum fólk kunnu vera í Arbeiðsloysisskipanini, nú langtíðararbeiðsloysið hevur bitið seg fast. Tað heldur Samtak, sum vil hava stýrið fyri ALS at taka málið til viðgerðar. Samtak vísir á, at tá ALS var broytt á sumri í 2009, og útgjaldið hækkaði, varð samstundis gjørt av at lækka tíðarskeiðið, ið fólk kunnu vera í skipanini í alt 648 dagar. Fá lúka treytirnar Samtak leggur aftrat, at tey mongu, sum detta úr ALS skipanini, kunnu søkja forsorgarhjálp hjá Almannastovuni, men bert fá lúka treytirnar. Forsorgarupphæddirnar eru hartil so lágar, at trupult er at fáa endarnar at røkka saman, sigur Samtak. Samtak sigur, at eini 300 fólk eru, sum ikki fáa útgjald úr ALS, antin tí tey ikki lúka treytirnar ella tí tey eru dottin úr skipanini. Tí liggur veruliga arbeiðsloysið í Føroyum um 1500 fólk, metir Samtak. Ásannast má, at Føroyar hava ávíst bygnarðarligt arbeiðsloysið, sum neyðugt er at taka í størsta álvara, soleiðis at arbeiðsleys fáa møguleika at førleikamenna og útbúgva seg til at taka av framtíðar avbjóðingum, sigur Samtak. Landsstýrið væntar at fáa nærum somu inntøku frá heilsutrygdargjaldinum næsta ár, hóast skipanin verður broytt frá at vera eitt fast mánaðargjald til at vera eitt prosenttal av lønarinntøkuni. Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2013 verður roknað við, at knappar 116 milliónir krónur koma inn í heilsutrygdargjaldi næsta ár. Hetta er bara ein góð millión krónur meira enn inntøkujáttanin er í hesum árinum Gjaldið fíggjar 73 prosent Sostatt gevur umskipanin av heilsutrygdargjaldinum ikki stórvegis meira at fíggja heilsutrygdarskipanina. Tað, sum kemur inn í heilsutrygdargjaldi, røkkur til umleið 73 prosent av útreiðslunum hjá stovninum. Sostatt verða 27 prosent av heilsutrygdini fíggjað yvir skattin. Hetta er ikki nakað nýtt. Undir sjúkrakassaskipanini, sum var, áðrenn lógin um Heilsutrygd kom í gildi fyri skjótt trimum árum síðani, átók landskassin sær eisini ein fjórðing av sjúkrakassaútreiðslunum. Fyri stovnin Heilsutrygd hevur tað einki at siga, at gjaldið verður broytt, frá at vera eitt fast mánaðargjald til at vera eitt fast, nakað minni mánaðargjald umframt ein prosentpart av lønarinntøkuni. Vit fáa eina játtan á fíggjarlógini, og henni arbeiða vit eftir. Vit eru ikki bundin av inngjaldinum, tí vit fáa eina játtan á fíggjarlógini, og pengarnir, sum tú og eg rinda í heilsutrygdargjaldi, fer beinleiðis í landskassan. Tað sigur Jan Danielsen, stjóri á Heilsutrygd. Gjalda eftir lønarinntøku Broytingin í Heilsutrygdargjaldinum ber í sær, at í staðin fyri at rinda eina fasta upphædd um mánaðin í ár er hon 265 krónur fyri øll yvir 18 ár við A inntøku so skulu vit rinda 160 krónur um mánaðin pluss 0,55 prosent av lønarinntøkuni. Í síðstu viku tá vit bóru tíðindini um nýggja heilsutrygdargjaldið nevndu vit nøkur onnur tøl, og tað vóru eisini tey, sum stóðu í lógaruppskotinum, ið varð almannakunngjørt á heimasíðuni hjá løgtinginum fríggjadagin. Tølini broytt Men tølini vórðu regulerað í síðstu løtu. Í staðin fyri 150 krónur um mánaðin í føstum gjaldi, verður tað sambært uppskotinum 160 krónur um mánaðin. Í staðin er prosentparturin reguleraður úr 0,6 prosentum niður í 0,55. Henda reguleringin, ið gjørd varð í evstu løtu, áðrenn uppskotið var borið í løgtingið, hevur lítlan og lítlan og ongan týdning fyri gjaldið samanborið við fyrra uppskotið. Uppskotið ber í sær, at tey, ið hava eina ársinntøku upp í 229.000 krónur tað eru góðar 19.000 krónur um mánaðin sleppa við lægri heilsutrygdargjaldi, meðan tey, ið vinna meira enn 229.000 krónur árliga, skulu gjalda meira. 39.000 føroyingar eru við til at rinda heilsutrygdargjald. 24.000 fólk fara at rinda minni, meðan 15.000 fólk fara at rinda meira, sambært lógaruppskotinum. Starvsmannafelagið og Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum hava skrivað undir nýggjan lønarsáttmála, sum verður galdandi næstu trý ár. 1. oktober í ár hækkar lønin hjá teimum, sum tjena upp í 32.000 krónur um mánaðin, 440 krónur um mánaðin. Lønarhækkingin minkar stigvíst, og tey, sum tjena 50.000 krónur, fáa onga hækking. Munur á lønarhækking Sostatt hevur Starvsmannafelagið góðtikið, at munur verður gjørdur á lønarhækkingini alt eftir, hvussu nógv tú tjenar. 1. oktober næsta ár hækkar lønin 190 krónur um mánaðin umframt 0,9 prosent, og 1. oktober í 20014 hækkar lønin 1,9 prosent. Haraftrat hava partarnir avtalað, at samráðast skal um at endurskoða sáttmálan, um stórar broytingar verða í lønarlagnum. Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum klokkan 16. Starvsmannafelagið og Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum eru komin so langt áleiðis við samráðingunum um eina nýggjan lønarsáttmála, at hann verður undirskrivaður hvørja løtu. Sum Kringvarpið skilir støðuna, eru partarnir samdir um at gera ein trý ára sáttmála. Álitisfólkini vórðu kunnað um samráðingarnar á fundi, sum byrjaði klokkan hálvgum tvey, og álitisfólkini eru eftir øllum at døma væl nøgd, tí lógvabrestirnir dundu á Hotel Føroyum, tá álitisfólkafundurin var av. Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum. Landsverk er farið undir samráðingarnar við tey, sum hava boðið upp á arbeiðið at gera skúladepilin í Marknagili, fyri at vita, um til ber at spara tær 80 90 milliónir krónurnar, sum Landsverk metir, at tað ber til at finna. Tilboðini nógv hægri Samráðingarnar byrjaðu í farnu viku, upplýsir Heini Trónd Hansen, verkætlanarleiðari hjá Landsverki. Tilboðini, sum vórðu latin upp tann 28. august, lógu væl oman fyri lægstu tilboðini. Munurin var 155 milliónir krónur. Landsverk hevur heitt á tey, sum hava boðið upp á arbeiðstøkurnar, um at standa við tilboðini, meðan arbeitt verður víðari við málinum. TG Verk átti lægstu boðini í fimm av teimum níggju arbeiðstøkunum, sum vórðu boðin út. Lidnir í november Høgni Lauritsen, stjóri í TG verk, sigur, at TG Verk hevur játtað at standa við tilboðini. og er tí farið í samráðingar við Landsverk. Innleiðandi samráðingarumfarið byrjaði hósdagin í farnu viku. Høgni Lauritsen vil tó ikki siga nakað ítøkiligt um sjálvar samráðingarnar enn. Landsverk miðar eftir, at samráðingarnar eru lidnar um miðjan november, tá tilmælið ætlandi verður latið ánaranum, sum er Mentamálaráðið. 391 milliónir krónur Í verklagslógini, sum løgtingið samtykti í 2008, vórðu 391 milliónir krónur játtaðar til Marknagilsdepilin, umframt aðrar 60 til innbúgv og aðra útgerð. Heini Trónd Hansen, verkætlanarleiðari hjá Landsverki, sigur, at málið er framvegis at røkka niður um karmarnar í verklagslógini. Nú klokkan hálvgum tvey fara álitisfólkini í Starvsmannafelagnum á fund við samráðingarnevndina at verða kunnað um gongdina í samráðingunum. Starvsmannafelagið og Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum hava samráðst á Hotel Føroyum síðani seinnapartin í gjár, men hvørgin parturin vil siga nakað um samráðingarnar. Sáttmálin fór úr gildi á midnátt, og sum skilst halda samráðingarnar fram. Í løtuni er ikki greitt, um semingsfólk verða boðsend. Sif Gunnarsdóttir úr Íslandi verður nýggjur stjóri í Norðurlandahúsinum í Føroyum. Sif Gunnarsdóttir er 47 ára gomul, og hevur síðani 2007 verið stjóri í Visit Reykjavík. Hon hevur BA prógv í donskum máli og bókmentum frá Háskóla Íslands og MA prógv í mentanararbeiði og samskifti frá lærda háskúlanum í Odense. Nýggi stjórin tekur við 15. januar eftir Niels Halm, sum tá hevur verið stjóri í Norðurlandahúsinum í átta ár. Spurnarbløðini frá 101 húsarhaldi í Norðstreymoy frá Manntali eru burturbeind av misgáum, og tí mugu húskini svara spurnarblaðnum eina ferð aftrat. Hagstovan boðar á heimasíðuni frá, at spurnarbløðini verða send húskjunum í dag. Spurnarblaðið er tað sama, sum tey hava svarað eina ferð fyrr. 17.000 húski hava svarað Hagstovan sigur seg hava ábyrgdina av mistakinum, og biður húskini hjálpa sær at rætta mistakið. Annars gekk kanningin Manntal fyri einum sløkum ári síðani væl, og fleiri enn 17.000 húski svaraðu spurnarblaðnum. Tá síðstu upplýsingarnar eru fingnar til vega, ganga ikki nógvar vikur, til Hagstovan kann leggja fram tær fyrstu uppgerðirnar og almannakunngera tær. Starvsmannafelagið og Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum sita framvegis og samráðast um nýggjan sáttmála. Partarnir hittust á Hotel Føroyum kl. 14 í gjár, og síðani hava samráðingar verið. Fór úr gildi á midnátt Sáttmálin millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið fór úr gildi á midnátt í gjárkvøldið. Hvørgin partur vil siga stórvegis um samráðingarnar, meir enn at partarnir framvegis samráðast. Enn hava partarnir ikki umrøtt at boðsenda semingsfólkum. Starvsmannafelagið og Lønardeildin gjørdu í vár semju um, at sáttmálin, sum fór úr gildi 1. oktober í fjør, skuldi vera galdandi til 1. oktober í ár. AElig tlanin er at stuðla bygging av ítróttaranleggum, ið eru neyðug at hava, um tað skal eydnast Føroyum at gerast vertur fyri Oyggjaleikunum í 2019. Tí eru tvær milliónir krónur settar av í fíggjarlógaruppskotinum til stuðul í 2015. Sambært langtíðaríløguætlanini verða fýra milliónir krónur játtaðar afturat til endamálið í 2016. Peningurin er ætlaður sum stuðul, ið skal fara í ein Oyggjaleikagrunn undir ÍSF. 600.000 til úrvalsítrótt Í fíggjarlógaruppskotinum, sum Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, legði fram fríggjadagin, sæst eisini, at 600.000 krónur eru settar av til úrvalsítrótt.Tað er ÍSF, ítróttarsamband Føroya, sum umsitur og ger av, hvør skal hava henda stuðulin. Játtanin til ÍSF er tilsamans fimm milliónir og 150 túsund krónur, og tá er ferðastuðulin íroknaður. Avsettar eru 200.000 krónur til Ítróttarsambandið fyri brekað. Nýggi depilin til børn og ung við fjølbreki í Eysturoy, sum skal avloysa dagstovnin Reiðrið í Saltangará, letur væntandi upp tann 1. desember næsta ár. Depilin varð upprunaliga mettur at kosta góðar 24 milliónir krónur, og hann skuldi eftir ætlan lata upp í summar. Kostar 1,4 milliónir krónur um árið Sambært viðmerkingum til verklagslógina verður mett, at árliga rakstrarútreiðslan veksur við 1,4 milliónur krónum. Játtanin í 2013 er hækkað við 100 túsund krónum, og í 2014 er játtanin hækkað við 1,3 milliónur krónum til fult virksemi. Pláss verður fyri 12 børnum og ungum á nýggja deplinum. Tvøroyrar kommuna hevur higartil sent Strandfaraskipum Landsins rokningar fyri góðar 20 milliónir krónur. Men eingin króna er sett av á fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár til hetta. Kommunan fyrst viðhald Tvøroyrar kommuna stevndi upprunaliga Strandfaraskipum Landsins eftir havnargjaldi fyri siglingina hjá Smyrli á Tvøroyrar havn. Dómur fall í Føroya Rætti tann 15. juni í 2010, sum gav Tvøroyar kommunu viðhald. Men Strandfaraskip Landsins kærdi síðani málið til landsrættin. Strandferðslan frídømd Tann 30. mars í ár frídømdi Landsrætturin Strandfaraskip Landsins. Tann 15. mai í ár boðaði advokaturin hjá Tvøroyrar kommunu frá, at kommunan ætlar at royna málið í Hægstarætti. H71 vann tepran 24 23 sigur á Neistanum í Hoyvíkshøllini. Hálvleiksstøðan var 12 12. Tá tveir minuttir restaðu í, var Neistin á odda 23 21, men H71 fekk trý mál tveir teir seinastu minuttirnar. Toppskjútti hjá Neistanum var Beinir Davidsen við átta málum. Hjá H71 var Rúni Højgaard toppskjútti. Hann skeyt eisini átta mál. KÍF og Kyndil leiktu javnleik 30 30 í einum sera spennandi og tøttum dysti í Kollafirði. Hálvleiksstøðan var 14 12 til kollfirðingar. Hondbóltspælið var gott, og dysturin var allatíðina javnur. Toppskjútti hjá KÍF var Niclas Selvig við átta málum. Toppskjúti hjá Kyndli var Hørður Sigtórsen við sjey málum. VÍF vann trygt 29 23 á StíF í Vestmanna. Støðan í hálvleikinum var 15 9 til heimaliðið. VÍF var betra liðið. Teir vóru betur fyri likamliga, og strandingar høvdu torført við at bróta ígjøgnum verjuna hjá VÍF. Leikferðin var tó ikki høg, og talan var ikki um ein av teimum bestu hondbóltsdystunum. Toppskjútti hjá VÍF var Filip Jojic við átta málum, og fyri strandingar skeyt Sveinur Justinussen við níggju mál. Støðan í AA deildini eftir 2 umfør Neistin og Team Klaksvík hava bert leikt ein dyst H71 4 KÍF 3 STÍF 2 VÍF 2 Kyndil 1 Neistin 0 Team Klaksvík 0 Triðja umfar verður leikt næsta vikuskifti Leygardagin 06.10.12 Kyndil StíF í høllini á Hálsi Sunnudagin 07.10 Neistin Team Klaksvík H71 KÍF Føroysku kvinnurnar fingu í dag eitt gott úrslit móti Finnlandi. Eftir at hava verið á odda 11 9 í hálvleikinum, endaði dysturin við javnleiki. Marjun Falkvard Danberg 1, Jacklin Durhuus 3, Gurið Mortensen 1, Liljan Djurhuus 2, Durita Christophersen 6, Turið Arge Samuelsen 8, Anja Heinadóttir 2. Á Vinnudegnum, sum hevur verið í Norðurlandahúsinum í dag, varð avdúkað, at Pf. Luna hevur fingið heiðurin sum Ársins Virki 2012. Dómsnevndin legði millum annað dent á tey fíggjarligu úrslitini hjá fyritøkuni, og at Luna støðugt hevur ment sítt virksemi, bæði innan framleiðslu og marknaðarføring. Ársins Átak 2012 er P F Varðin Pelagic Í grundgevingunum vísti dómsnevndin millum annað á, at talan er um eina neyva verkætlanarstýring í byggiarbeiðinum og tann týdning, sum eitt slíkt virki hevur fyri Suðuroynna og Føroyar sum heild. Atli Gregersen er stjóri í Pf. Luna, og hann verður gestur í Vangamyndini í Degi og Viku í sjónvarpinum í kvøld. Liljan Weihe er vertur í Vangamyndini. 150 krónur um mánaðin, umframt 0,6 prosent av skattskyldugu inntøkuni.Soleiðis verður heilsutrygdargjaldið roknað frá 1. januar næsta ár. Lógaruppskotið, ið broytir gjaldið til Heilsutrygd, er í dag lagt fyri løgtingið. Sambært Heilsumálaráðnum fara okkurt um 24.000 fólk at gjalda minni, og okkurt um 15.000 fólk fara at gjalda meira til Heilsutrygd eftir nýggja leistinum. Samanumtikið fara øll, sum tjena meira enn 230.000 krónur um árið, at gjalda meira. Heilsutrygdargjaldið verður kravt frá øllum, sum eru 18 ár og eldri. Skúlaleiðslan á Venjingarskúlanum í Havn er kærd til Mentamálaráðið. Orsøkin er, at leiðslan noktaði trimum dreingjum, sum skiftu úr Venjingarskúlanum í nýggja fótbóltsflokkin í Kommunuskúlanum, at vera við á námsferð til Íslands. Skúlaleiðslan hevur svikið sína ábyrgd, siga foreldrini, sum hava kært. Tey krevja eina treytaleysa umbering frá skúlaleiðsluni, og at tey fáa afturgoldnan tann fíggjarliga missin, teimum hevur verið fyri. Mentamálaráðið viðger í løtuni kæruna. Eingin viðmerking kemur haðani, fyrr enn allir partar eru hoyrdir. Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum. Bispagarðurin skal høvuðsumvælast. Talan er um búeindina og skrivstovuna hjá Føroya Stiftsstjórn. Klædningur, vindeygu og tekja skulu skiftast, og húsini skulu eisini bjálvast av nýggjum. Bispagarðurin verður eisini útbygdur eitt vet, so at skrivstovuhølini verða rúmligari. Umvælingin er mett at kosta 4,2 miljónir krónur, og abeiðið verður eftir ætlan liðugt í juni næsta ár. Kirkjugrunnurin rindar meginpartin av umvælingini, restina skal tað almenna rinda. Í løtuni arbeiða seks fólk við at umvæla bispagarðin. Gongst sum ætlað verður farið undir arbeiðið at smíða nýggja Nólsoayrferju næsta ár, og hon skal verða liðug í 2015 Í fíggjarlógaruppskotinum, sum er lagt fram í dag, sigur Vinnumálaráðið, at ferjan verður projekterað næsta ár, og eftir ætlan byrjar arbeiðið at smíða hana næsta heyst. Uppskot um verklagslóg verður lagt fyri tingið. Skotið verður upp at seta 7,5 milliónir krónur av næsta ár, 20 milliónir í 2014 og 22,5 milliónir krónur í 2015, ella tilsamans 50 milliónir krónur. Seinastu árini hevur Ternan røkt Nólsoyarleiðina, men í løtuni siglir hon um Skopunarfjørð fyri Teistan, sum er á sleipistøð. Landskassin skal hava 120 milliónir krónur í tilfeingisgjaldi frá fiski og alivinnuni næsta ár, men uppskotið er ikki liðugt, og tí er hallið á fíggjarlógaruppskotinum enn 120 milliónir størri enn ætlað. Hetta er óheppið, ásannar Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum. Arbeitt verður við lógarheimildini, og hon skal verða greið í heyst, sigur Jørgen Niclasen. 22 uppskot Saman við fíggjarlógaruppskotinum fyri 2013 eru 22 lógaruppskot løgd fyri løgtingið. Men lógarheimildin at krevja inn 120 milliónir í tilfeingisgjaldi frá fiski og alivinnuni næsta ár er ikki liðugt enn. Meiri verður at frætta um fíggjarlógaruppskotið í útvarpstíðindunum. Andstøðan fer eisini at gera viðmerkingar til uppskotið. Játtanin til Ferðaráðið næsta ár verður økt við góðum átta milliónum krónum næsta ár. Sostatt verður játtanin tvífalt so stór sum nú. Hækkingin ber í sær, at Ferðaráðið fer at hava munandi meiri pening at marknaðarføra Føroyar úti í heimi, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður. Ferðaráðið hevur gjørt eina ætlan fyri næstu fimm árini, og hevur sær fyri, at ferðavinnan skal tvífaldast og geva í minsta lagi eina milliard krónur í umsetningi í 2020. Tað hevur millum annað við sær, at gistingarnar í Føroyum skulu økjast úr 90.000 upp í 200.000. Føroyar ikki fingið vøksturin Johan Dahl vísir á, at sambært WTO er ferðavinnan sum heild vaksin fýra prosent seinastu 10 áirni, men Føroyar hava ikki fingið nóg stóran part av vøkstrinum. At marknaðarføra miðvíst er ein fortreyt fyri at skapa tann vøkstur, vit vilja hava, sigur landsstýrismaðurin í vinnumálum. Landsbankin skal takast av, og inntøkan frá avtøkuni verður mett til 160 milliónir krónur. Tað verður upplýst í uppskotinum til fíggjarlóg fyri næsta ár, sum júst verður almannakunngjørt. Hallið á fíggjarlógini næsta ár verður 253,2 milliónir krónur, ella á leið tað sama sum í játtanarkarminum, sum tingið samtykti í vár, 249,5 milliónir. Løgur 250 milliónir krónur Løgukarmurin á fíggjarlógini næsta ár er 250 milliónir krónur, men løguvirksemið verður nærum tvær ferðir so stórt, tí 142 milliónir eru støðlaðar, og verða fluttar til 2013. Harumframt fer Vága floghavn at byggja nýggja farstøð fyri góðar 100 milliónir krónur næsta ár. Næsta ár raðfestir Fíggjarmálaráðið millum annað ferðavinnuna, 96 nýggj røktarheimspláss í Havn, Vestmanna og Klaksvík, miðnámsskúlar, Fróðskaparsetrið, yvitøku av útlendingamálum 1. august næsta ár, vakstrarætlan fyri Sandoynna og hægri játtan til Strandferðsluna. Íslendski forsætisráðharrin, Jóhanna Sigurðardóttir, kunngjørdi í gjár, at hon gevst í politikki, tá hetta valskeiðið er liðugt 25.apríl næsta ár. Jóhanna Sigurðardóttir er forkvinna í størsta flokkinum í Íslandi, tí sosialdemokratisku Samfylkingini. Henni varð litið upp í hendur at stýra Íslandi úr fíggjarliga og búskaparliga skrædlinum, sum næstan rendi alt samfelagið um koll í 2008. Jóhanna Siguðardóttir varð vald í altingið í 1978. Hon hevur verið forsætisráðharri síðani 1.februar í 2009. Hon fyllir 70 ár hósdagin, 4.oktober. Fíggjarlógin fyri næsta ár verður løgd fyri tingið í dag. Tingfundur er klokkan hálvgum tíggju. Eftir nakrar fyrstu og aðru viðgerðir og svar upp á fyrispurningar, verður fíggjarlógin løgd fram. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fer at hava tíðindafund klokkan hálvgum tíggju, har hann kunnar um fíggjarlógina. Útvarpið fer at senda beinleiðis frá tíðindafundinum. Farstøðin og tænastubygningurin á flogvøllinum fara at kosta 110 milliónir krónur P f Vága Floghavn og byggifelagið Articon skrivaðu í gjárkvøldið undir sáttmálan um arbeiðið. Hóast Vága Floghavn bara hevur 102 milliónir til byggingina, sigur sáttmálin 109,9 milliónir krónur. Articon hevði lægsta tilboðið upp á arbeiðið. Tað var 125 milliónir. AElig tlanin er at seta spakan í um mánaðaskiftið oktober november. Arbeiðið skal vera liðugt, áðrenn summarferðslan á flogvøllinum byrjar í 2014. Tað fer at kosta eina góða hálva milliard at reka Tórshavnar kommunu næsta ár. Og íløgur skulu gerast fyri knappliga 100 milliónir krónur. Uppskotið um fíggjarætlan hjá Tórshavnar kommunu fyri 2013 varð lagt fram á býráðsfundi í gjárkvøldið. Uppskotið javnvigar við 613 milliónir krónur Raksturin kostar 507 milliónir og íløgur skulu gerast fyri 98 milliónir. Harafturat skulu tíggju milliónir brúkast til íløgur. Hetta eru pengar, sum eru játtaðir undanfarin ár, men ikki brúktir. Brúgv um Sandá og Tórsvøllur Størstu íløgurnar næsta ár eru brúgvin um Sandá, 25 milliónir, Tórsvøllur 10 milliónir og nýggjur ketil á brennistøðini 10 milliónir. Níggju milliónir verða goldnar í rentum og 17 milliónir í avdráttum í 2013. Tórshavnar kommuna væntar at fáa 613 milliónir krónur í skatti næsta ár. Kommunan skyldar í dag 145 milliónir krónur Men samtykt er at læna hálvthundrað milliónir. Tá árið 2012 endar, verður lánibyrðan hjá høvuðsstaðnum 184 milliónir. Veðurforsøgnirnar fyri komandi vikuskiftið eru ikki góðar. Serliga sunnudagin kann væntast nógvur vindur og regn. Kappingarnevndin hjá FSF hevur tí gjørt av, at næstseinasta umfar í fremstu deildini hjá monnnum verður spælt leygardagin. Allir dystirnir byrja klokkan 16.00 Landsstýriskvinnan í almannamálum ætlar at menna eina serstaka tilbúgving til børn, ið hava verið fyri kynsligum ágangi og øðrum harðskapi. Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2013 eru 500.000 krónur settar av til eitt føroyskt Barnahús. Hugtakið Barnahús verður í hinum norðurlondunum brúkt til at lýsa karmarnar fyri einum tvørfakligum samstarvi, har barnið er í miðdeplinum. Talan er ikki um eitt hús, men um skipaðar karmar og samstarv, sum eru til reiðar beinanvegin, tá ið eitt barn hevur verið fyri kynsligum ágangi. Skjót hjálp AElig tlanin við Barnahúsinum er at veita skjóta og góða hjálp, við fortreytunum hjá barninum sum grundarlag. Øll medisinsk, sálarlig og løgfrøðilig hjálp og viðgerð verður savnað undir sama taki, við støði í tørvinum hjá barninum og familjuni. Annika Olsen, landsstýriskvinna, sigur, at stórur tørvur er á einum Barnahúsi. Tað hevur kjakið um kynsligan ágang seinastu dagarnar eisini víst, sigur hon. Tann hálva milliónin, sum er sett av á fíggjarlógini næsta ár, skal brúkast at fyrireika og skipa Barnahúsið. Løgmansskrivstovan lýsir nú aðalstjórastarvið í Heilsumálaráðnum leyst at søkja. Aðalstjórin er ovasti ráðgevi hjá landsstýrismanninum, og hevur millum annað ábyrgdina av dagligu leiðsluni, menningini og rakstrinum av stjórnarráðnum. Starvið sum aðalstjóri í Heilsumálaráðnum varð leyst, tá Poul Geert Hansen var fluttur í Mentamálaráðið at vera aðalstjóri. Stór krøv Stór krøv eru til førleikarnar hjá aðalstjóranum. Umsøkjarar skulu hava kandidatútbúgving frá lærdum háskúla, týðandi leiðsluroyndir, góðar leiðsluførleikar og góðar samskiftisførleikar. Umsóknarfreistin er á middegi 22. oktober. Løgmaður setur starvið í samráð við landsstýrismannin í heilsumálum. Starvið verður sett frá 1. januar 2013, ella eftir nærri avtalu. Uppskotið hjá Johan Dahl, landsstýrismanni, um at avmarka útlendskan eigaraskap í alivinnuni, hevur fingið enn eitt skot fyri bógvin. Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur nú gjørt vart við seg í hoyringarskrivi, sum Vinnunevndin hjá løgtinginum fekk fyrr í vikuni. Tá stórar broytingar verða gjørdar í vinnulóggávuni er vanligt, at tær eru sera væl fyrireikaðar og greinaðar, so allir partar fáa fyrireikað seg til broytingarnar. Hetta er ikki gjørt í hesum førinum. Og tað er átaluvert. Tað tykist ikki, sum politiska skipanin tekur hetta í álvara, sigur Arbeiðsgevarafelagið. Virðisbrævamarknaður Í meira enn tíggju ár hevur verið arbeitt við at fáa ein virknan virðisbrævamarknað í Føroyum fyri at sleppa fram at útlendskum kapitali. Fyri fáum árum síðani setti Vinnumálaráðið gongd á verkætlanina Invest in the Faroes fyri at fáa marknaðarført Føroyar sum íløguland. Uppskotið, sum nú er í løgtinginum, er beinleiðis í stríð við hesi átøk, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag. Felagið sigur eisini, at mest sum allur eftirlønarkapitalur fer av landinum til virðisbrøv. Komandi eftirlønarnýskipan fer at senda fleiri slíkar pengar av landinum. Tí hava vit brúk fyri útlendskum íleggjarum í Føroyum. Í stríð við Hoyvíkssáttmálan Eins og onnur ger Føroya Arbeiðsgevarafelag eisini vart við, at lógaruppskotið hjá Johan Dahl er í stríð við Hoyvíkssáttmálan millum Føroyar og Ísland. Og útlendski eigaraskapurin verður ikki meira avmarkaður enn so, at fýra ella fleiri útlendsk feløg kunnu eiga eitt føroyskt felag í alivinnuni alt sum tað er, 100 . Fólkapensjónistarnir fáa 1,7 prosent meira í viðbót til pensjónina á nýggjárinum. Tað stendur í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2013, sum verður lagt fyri tingið og almannakunngjørt í morgin. Almannamálaráðið upplýsir, at viðbótin hjá fólkapensjónistum verður javnað 1,7 prosent. Hetta svarar á leið til lønarhækkingina á almenna arbeiðsmarknaðinum í 2012 og 2013, 0,85 prosent um árið. Aðrar almannaveitingar, so sum fyritíðarpensjón, barnaískoyti og sjúkradagpengar hækka við sama prosenti, 1,7, tann 1.januar. Hækkingin upp á 1,7 prosent gevur stakum fólkapensjónistum 54 krónur meira mánaðin og giftum 42 krónur meira um mánaðin. Friður er nú um formanssessin í Sjálvstýrisflokkinum. Eingin bjóðar Kára P. Højgaard av á aðal og landsfundi floksins leygardagin. Bara ein kann bjóða av, Jógvan Skorheim, løgtingsmaður. Tí reglugerðin hjá flokkinum sigur, at bara landsstýrisfólk og løgtingsfólk floksins kunnu vera formenn og næstformenn í flokkinum. Kári P. Højgaard sigur, at hann heldur fram sum formaður, nú eingin stillar upp í móti honum. Sjálvstýrisflokkurin hevur ikki verið í samgongu síðani í 2004, so tað fer uttan iva at seta sín dám á aðalfundin og landsfundin hjá flokkinum, sum verður í Havn á Mikkjalsmessu, leygardagin. Siglingin um Nólsoyarfjørð riggar so illa, at Tórshavnar Kommuna nú kærir til Strandferðsluna og landsstýrismannin. Ternan varð herfyri tikin úr siglingini millum Nólsoy og Havnina, og siglir nú um Skopunarfjørð, til Teistin kemur aftur av sleipistøð seinast í oktober mánaði. Í løtuni sigla rundferðarbátarnir, Silja Star og Froyur, um Nólsoyarfjørð. Aldan kann verða stór í Nólsoyarfirði um veturin, og fólk kenna seg ikki trygg at ferðast við so smáum bátum í ringum veðri, sigur kommunan í kæruni. Haraftrat taka bátarnir bara 48 fólk í senn. Hetta er ov lítið til verandi tørv. Tá serlig tiltøk eru í Nólsoy, má báturin sigla fleiri ferðir. Tað er sera óheppið, tí fólk vita ikki, nær tey sleppa til Havnar um morgunin, sigur kommunan. Ikki egnaðir til farm Bátarnir eru ikki egnaðir til fraktflutning. Tí hevur Strandferðslan sett Sam at sigla við farmi tvær ferðir um vikuna. Hetta er alt ov lítið og ógvuliga óheppið fyri handilin, ið ikki fær vøru til tíðina. Haraftrat hava nólsoyingar eisini tørv á ruskbilum, oljubilum og øðrum. Herfyri var sera pínlig hending í Nólsoy, tá líkbilurin ikki slapp í land til eina jarðarferð, sigur kommunan. Er tænastan hjá Strandferðsluni ikki nóg góð, so er væntandi, at tað gongst Nólsoynni, sum tað hevur gingist øðrum útoyggjum, at fólk flyta og bygdin doyr spakuliga út. Strandferðslan eigur eisini at hava í huga, at valla er nøkur onnur farleið, sum hevur so nógvar fastar pendlarar, sigur Tórshavnar kommuna, sum biður um at fáa Ternuna aftur í sigling, ella at hóskandi avloysaraskip verður funnið beinan vegin. Forboð er sett fyri at flyta livandi seyð av Streymoynni. Heilsufrøðiliga Starvsstovan kunngjørdi í gjár, at nú ridluskriði er staðfestur í tveimum støðum í Streymoynni, verður loyvi ikki longur givið til at flyta livandi seyð av Streymoynni. Loyvi verður tó framvegis givið til at flyta livandi seyð til Streymoynna, men hesin seyðurin fær ikki flutningsloyvi av oynni aftur. Seyðasjúkan ridluskriði varð staðfest á Skælingi í mars í ár. Tá varð sett fyribils forboð fyri at flyta livandi seyð av Streymoynni. Smittandi ridluskriði Nú er staðfest, at talan er um smittandi ridluskriða. Tí er bannað at flyta livandi seyð av Streymoynni. Loyvt er tó at flyta seyð millum pláss í Streymoynni. Men Heilsufrøðiliga starvsstovan mælir tó staðiliga frá øllum óneyðugum flutningi av livandi seyði. Serliga er hetta galdandi fyri Steymoynna og Fugloynna. Nógv ár eru síðani, at ridluskriði varð staðfestur í Fugloynni. Somu reglur um seyðaflutning eru tí galdandi fyri Fugloynna sum fyri Streymoynna. Á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni eru nógvar upplýsingar um ridluskriða, sum eru hentar hjá teimum, sum fáast við seyð. Heimasíðan eitur hfs.fo . Grønland hevur selt ES fiskirættindi fyri 144 milliónir krónur um árið trý tey næstu árini. ES skip sleppa at fiska 3.500 tons av toski og 8.000 tons av kongafiski um árið. Tað eru 1300 tons meira av toski og 5.000 tons meira av kongafiski enn í ár. Harafturat kunnu skip úr ES fiska 2.500 tons av svartkalva við Vesturgrønland, tað sama sum í ár, men 3.800 tons meira við Eysturgrønland, har svartkalvakvotan verður 7.000 tons. ES eigur eisini 11.000 tons av rækju, 1200 tons av kalva, sum eru 1000 tons meira enn í ár, og 55.000 tons av lodnu. Nes kommuna og Hvalbiar kommuna fáa nýggjan borgarstjóra eftir kommunuvalið í november. Símin Johannesen, sum seinastu átta árini hevur verið borgarstjóri í Nes kommunu, hevur gjørt av ikki at stilla upp aftur á næsta kommunuvali, skrivar Nes kommuna á heimasíðuni. Símin Johannesen varð fyrstu ferð valdur í bygdarráðið í Nes kommunu í 2000, og hevur sostatt verið í kommunalpolitikki í 12 ár. Í Nes kommunu eru bygdirnar Nes, Toftir og Saltnes. Otto West gevst eisini Borgarstjórin í Hvalbiar kommunu, Otto West, gevst eisini í kommunalpolitikki, skrivar Sosialurin. Hann varð fyrstu ferð valdur í bygdaráðið í Hvalba í 2000, og tók við sum borgarstjóri, nakað áðrenn seinasta valskeið endaði, tá Levi Niclasen fór frá sum borgarstjóri. Aftur hetta valskeiðið hevur Otto West verið borgarstjóri í Hvalbiar kommunu, sum fevnir um bygdirnar Hvalba og Sandvík. 18 dagar er ov long tíð hjá eini kommunu at lata ganga, áðrenn umbøn um alment innlit frá borgara verður gingin á møti. Tað staðfestir Løgtingsins Umboðsmaður í eini niðurstøðu. Umboðsmaðurin nýtir høvið, har Vágs kommuna brúkti 18 dagar um at avgreiða eina umbøn um alment innlit, til at staðfesta, at myndugleiki skal taka støðu til eina innlitsumbøn skjótast gjørligt. Áttu at tikið støðu beinan vegin Um serligar forðingar eru, kann ein tíð ganga, men borgarin skal, áðrenn 10 dagar eru gingnir, hava boð frá myndugleikanum um, nær ein avgerð er væntandi. Í málinum hjá Vágs kommunu er einki, sum bendir á, at talan er um eitt serliga fløkjasligt ella torført mál, og tí átti støða at verið tikin til innlitsumbønina um ikki beinanvegin so í øllum førum fáa dagar seinni. At kommunan hevur søkt sær løgfrøðiliga vegleiðing, frítekur ikki hana fyri skyldur sínar sambært innlitslógini, sigur Løgtingsins Umboðsmaður í niðurstøðuni. Eivin Jacobsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, vil nú hava at vita, hvussu nógv tað fer at kosta at umvæla ellis og avlamisheimið í Vágum. Stýrið fyri heimið heitti í 2007 á Landsverk um at gera ein støðumeting av bygninginum, sum nú hevur 40 ár á baki. Eivin Jacobsen spyr Kára P. Højgaard, landsstýrismann, sum varðar av viðlíkhaldinum av almennum bygningum, hvussu nógv umvælingin verður mett at kosta, hvussu nógvur peningur er brúktur, og hvussu nógv verður brúkt í ár og næstu árini. Beinleiðis á fíggjarlógina Eivin Jacobsen sigur, at vísir kostnaðarmetingin, at tað tekur fleiri ár at umvæla ellis og avlamisheimið, eigur umvælingin at koma beinleiðis á fíggjarlógina. Tí eingin kann góðtaka, at heimið verður eitt byggipláss í fleiri ár, um bert nakrar fáar krónur verða játtaðar til viðlíkahald, sigur hann. Landsstýriskvinnan í almannamálum hevur boðað frá, at ætlanin er at leggja eldraøkið út til kommunurnar í 2014, men hvussu útreiðslubýtið verður millum land og kommunur, og avhending av bygningum er ikki greitt enn. Vilja ikki yvirtaka bygningin Kommunurnar í Vágum hava boðað frá, at tær hava ongan áhuga at yvirtaka ellis og avlamisheimið í Vágum í tí standi, bygningurin er. Eivin Jacobsen spyr tí Kára P. Højgaard, um hann kann veita kommununum í Vágum trygd fyri, at ein dagførdur bygningur verður avhendaður teimum, samstundis sum eldrøkið verður latið kommununum at umsita. Fíggjarmálaráðið hevur biðið løgtingið bjargað bátunum hjá Bjargingarfeløgunum. Bjargingarbátarnir eiga ikki at rinda oljuavgjald. Men eitt mistak í lógararbeiðinum í vár ger, at teir eiga at gjalda oljavgjald kortini, tí soleiðis hevur lógin verið orðað síðani 1.juli. Rætta mistakið Nú hevur Fíggjarmálaráðið biðið løgtingið rætta mistakið, so bátarnir hjá sjálvbodnu bjargingarfeløgunum, bátar sum Lív og Ziska, sleppa undan oljuavgjaldinum. Oljuavgjaldið er 80 oyru fyri liturin av brennievni. Í 2011 brúktu bjargingarbátarnir 40.000 litrar av olju. Teir sluppu tí undan 32.000 krónum í oljuavgjaldi í fjør. Í løtuni hava bjargingarfeløgini fýra bátar, og tveir eru á veg. Nevndin í Lív tímir ikki longur at bíða eftir, at felagið verður selt, og søkir nú eftir stjóra. Tey, sum ætla sær at søkja, fáa at vita, at stórar og avbjóðandi uppgávur eru fyri framman. Lív er í einari einskiljingartilgongd. Samstundis er felagið farið undir at gera pensjónsskipanirnar einfaldari. Harafturat kemur nýggj lóg væntandi eina ferð í framtíðini um tvungna uppsparing til pensjón. Freistin at søkja stjórastarvið í Lív er til 15.oktober. Eigur eisini dótturfeløg Lív eigur dótturfeløgini Tryggingarfelagið Lív, Royndina, eitt íløgufelag, sum letur váðafúsan kapital, Lutaíbúðarvirkið, sum arbeiðir við at fáa til vegar lutaíbúðir shy og leiguíbúðir, og Fastogn, sum umsitur og eigur vinnubygningar at leiga út. Landsstýrið eigur framvegis Lív. Síðani á nýggjárinum hevur Poul Christoffur Thomassen verið settur stjóri í Lív. Fiskiveiðieftirlitið fer ikki í Landsrættin við úrskurðinum hjá Føroya rætti um Stjørnuna og Smaragd. Fiskiveiðieftirlitið tekur avgerðina til eftirtektar og ger ikki meira við málið. Báðir partar meta seg at hava fingið viðhald. Rætturin sigur, at Fiskiveiðieftirlitið hevði fullan rætt til at leggja skipini, tí tey høvdu alt ov nógva sild, tá tey fiskaðu makrel. Men skipini lógu nógv styttri enn Fiskiveiðieftirlitið ætlaði, bara eina viku í staðin fyri fýra. Og advokatarnir hjá reiðaríinum, JFK Troli, halda seg eisini hava fingið viðhald. Kundu loysa beinan vegin Teir tulka úrskurðin soleiðis, at varð hann sagdur sama dagin, sum Fiskiveiðieftirlitið legði skipini, lógu tey bara tann eina dagin.Tí rætturin sigur, at Fiskeinspektionens afgørelser af 14.september om inddragelse af fiskeritilladelserne for Smaragd og Stjørnan stadfæstes, dog kun for tidsrummet frem til kendelsens afsigelse. Skipini kundu tí loysa í somu løtu, sum úrskurðurin varð lisin í rættinum á middegi fríggadagin 21.september. Óbroytt mannagongd í ár Elmar Højgaard, stjóri á Fiskiveiðieftirlitinu, sigur, at Fiskiveiðieftirlitið fer ikki at broyta mannagongd í hesari makrelvertíðini. Hvussu verður næsta ár, veit hann ikki. Fiskiveiðieftirlitið kann krevja bót ella draga inn reiðskap og veiðu hjá skipum, sum bróta lógir ella kunngerðir um fiskiskap. Fiskiveiðieftirlitið legði eisini tveir aðrar trolarar, Jaspis og Ametyst, men bara í tvær vikur. Reiðaríið hjá teimum kærdi eisini, men rætturin hevði ikki viðgjørt málið, tá úrskurðurin kom um Stjørnuna og Smaragd. Og málið verður heldur ikki viðgjørt. Jaspis og Ametyst kundu tí eisini fara til fiskiskap aftur fríggjadagin. Nú landskappingin í fótbólti hjá monnum av álvara nærkast endanum, er eisini liðið so mikið væl út á heystið, at veðrið er farið at gera um seg. Fótbóltssamband Føroya hevur boðað feløgunum kring landið frá, at vegna vánaliga veðurforsøgn til komandi sunnudag, er møguleiki fyri, at allir dystirnir, sum eftir ætlan skulu spælast sunnudagin klokkan 14.45, verða framskundaðir til leygardagin 29. september klokkan 14.45. Sagt verður frá nógvum vindi og regni um vikuskiftið, og serliga sunnudagin kann rættiliga vánaligt veður væntast. Endalig avgerðin um, nær 26. og næstseinasta umfar í Effo deildini verður avgreitt, fellur hósdagin klokkan 16, tá FSF gevur nærri boð um hetta, upplýsir Fótbóltssamband Føroya á heimasíðuni. Seks og fýra mánaðar fongsulsrevsing. Tað vórðu dómarnir í stóra narko málinum, sum var fyri í Føroya rætti í gjár. Fýra mans tveir føroyingar og tveir danir, millum 24 og 32 ár vórðu í grundlógaravhoyring skuldsettir fyri at hava smuglað tvey kilo av hassji til Føroya. Teir báðir danirnir høvdu keypt hassjið í Danmark, og smuglað tað til Føroya við Norrønu í eykahjólinum á bilinum. Føroyingarnir skuldu selja hassjið í Føroyum. Virðið varð mett til eina hálva millión krónur. Fingu dóm Tað gjørdist ein drúgvur dagur í Føroya rætti í gjár. Tríggir av teimum skuldsettu monnunum, ein føroyingur og báðir danirnir, avgjørdu at játta seg treytaleyst sekar, og endaði dagurin tískil við, at teir fingu dóm. Føroyingurin, sum játtaði seg sekan, fekk fýra mánaðar fongsulsrevsing, meðan danirnir fyri seks mánaðir hvør. Føroyingurin fekk eina linari revsing, tí hann hevði samstarvað og hjálpt løgregluni at uppklára málið. Teir báðir danirnir noktaðu seg fyrst sekar, men avgjørdi síðani so hvørt málið varð lagt fram í gjár at hálsa um og játta seg sekar. Noktar seg sekan Hin føroyingurin noktar seg framhaldandi sekan, og er handtøkan er longd trý samdøgur. Sambært narko løgregluni verður málið framvegis kannað, men enn er eingin annar handtikin í málinum. Øll, sum tjena meiri 19.000 krónur um mánaðin, skulu gjalda meira til Heilsutrygd næsta ár. Landsstýrið, sum seinastu dagarnar hevur telvað um uppskotið til fíggjarlóg fyri næsta ár, ætlar at gera grundleggjandi broytingar í heilsutrygdargjaldinum. Í stuttum merkir tað, at lágu inntøkurnar fara at gjalda minni, meðan hægru inntøkurnar gjalda meira. Í dag gjalda øll, eldri enn 18 ár, 265 krónur um mánaðin til Heilsutrygd. Hetta er gjaldið, sama hvør inntøkan er. Ásett eftir inntøku Men frá 1. januar komandi ár verður tað soleiðis, at gjaldið fyri ein stóran part verður ásett eftir inntøku. Útvarpið skilir, at talan verður um eitt grundgjald, sum svarar til 150 krónur um mánaðin, og so eitt inntøkuregulerað gjald, sum svarar til 0,6 prosent av inntøkuni. Tað merkir, at ein lesandi, sum fær 3.800 krónur í lestrarstuðuli um mánaðin, skal gjalda knappar 173 krónur um mánaðin. Tað vil siga 92 krónur minni enn í dag.Tjenar tú 35.000 krónur um mánaðin, er rokningin frá heilsutrygd 360 krónur um mánaðin, 95 krónur meira enn í dag. Men er mánaðarligi lønarkekkurin 150.000 krónur, skalt tú gjalda 1050 krónur um mánaðin til Heilsutrygd. Markið er 19.000 krónur Runt roknað fara inntøkur, sum eru hægri enn góðar 19.000 krónur, at gjalda meira til Heilsutrygd næsta ár. Hjá hinum, sum liggja undir, verður rokningin minni, skilst á upplýsingum, sum útvarpið hevur fingið. Tað hevur leingi verið ætlanin, at gjaldið til Heilsutrygd skuldu fara um skattin. Broytingin skuldi koma í gildi 1. januar í ár, men av tí at landsstýrið ikki kundi semjast um ein leist, varð broytingin útsett til 1. januar næsta ár. Tað verður ikki í bræði, at føroyskar vørur sleppa undan tolli í Russlandi. Hóast eitt uppskot um fríhandilssáttmála millum Føroyar og Russland hevur ligið klárt at skriva undir í 12 ár, og hóast Russland tá gav Føroyum tað lyftið, at í somu løtu Russland gjørdist limur í WTO, skuldi fríhandilssáttmálin undirskrivast, gongur enn rúm tíð, áðrenn nakar sáttmáli kemur. Løgmaður og Lavrov Tað er niðurstøðan eftir fundin í New York í gjár millum Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, og russiska uttanríkisráðharran, Sergey Lavrov.Teir báðir samdust um at byrja eina tilgongd. Fyrsta stigið er, at landsstýrið letur russisku stjórnini eina formliga áheitan um nýggjan handilssáttmála. Ein fráhandilssáttmáli var annars klárur at skriva undir í 2000. Men fyrst vildi Russland gerast limur í WTO, felagsskapinum fyri heimshandli. Russland fekk limaskap herfyri. Byrja av nýggjum Kortini komu ongar undirskriftir á handilssáttmálan millum Føroyar og Russland. Og nú er líkt til, at byrjast skal heilt av nýggjum. Vit mugu gera okkum greitt, at rúm tíð kann ganga, áðrenn ein sáttmáli gerst veruleiki, sigur løgmaður. Yvir 30 lond vilja hava fríhandilssáttmála við Russland. Fundurin í New York í gjár var tann fyrsti á ráðharrastigi um fríhandilssáttmálan millum Føroyar og Russland. Royndirnar hjá andstøðuni at broyta fiskivinnupolitikkin hava ikki undirtøkuni í samgonguni. Meirilutin í Vinnunevndini mælir tinginum frá at samtykkja trý andstøðuuppskot. Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn skjóta upp at loyva fiskiførum at býta fiskidagar um við onnur fiskirættindi. Nevndarlimirnir hjá samgonguni í Vinnunevndini siga, at heimildin, sum landsstýrismaðurin fær í lógaruppskotinum, er í móti andanum í lógini um vinnuligan fiskiskap. Uppskotið elvir eisini til iva hjá teimum, sum ikki hava fiskidagar, tí óvist er, hvussu nógv verður tikið av teirra kvotum at lata fyri fiskidagar. Óbrúktir dagar Tjóðveldi og Framsókn vilja eisini hava, at í hvørjum bólki eiga skip ella bátar, sum brúka allar sínar fiskidagar, at sleppa fram at døgunum hjá teimum, sum ikki brúka teir, tá tríggir mánaðir eru eftir av fiskiárinum. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum eigur at kunna taka aftur óbrúktar fiskidagar og lata ella selja øðrum teir. Fiskimálaráðið kann eisini lata dagarnar liggja fyri at stilla veiðitrýstið. Ímóti gera broytingum í tíð og ótíð Meirilutin í Vinnunevndini er ímóti, at broytingar vera gjørdar í høvuðsvinnuni í tíð og ótíð. Meirilutin sigur, at hann fekk staðfest í nevndarviðgerðini, at uppskotið kann skiljast sum ein spíri til fiskidagasølubúðina, sum Tjóveldi ætlar at stovna. Tjóðveldi og Framsókn siga, at allir flokkar hava skrivað undir, at ein brúksskylduskipan skal setast í gildi. Javnaðarflokkurin eisini ímóti Triði andstøðuflokkurin, Javnaðarflokkurin, mælir, eins og samgongan, frá at samtykkja uppskotið. Sambært uppskotinum fær landsstýrismaðurin heimild til at taka óbrúktar dagar og lata teir øðrum at brúka. Hetta fer at økja veiðitrýstið. Og bara Tjóðveldi tekur undir við uppskotinum hjá Tjóðveldi um at forða fyri handli við veiðiloyvum.Sama uppskot varð felt í vár. Men tá stóðu allir tríggir flokkarnir í andstøðuni aftan fyri uppskotið. Men nú siga Javnaðarflokkurin og Framsókn, at ávísur vandi er fyri, at stórur partur av fiskivinnuni møguliga dettur niðurfyri, um lógin verður broytt munandi. Flokkarnir vilja bíða eftir bólkinum, sum nú er farin at orða ein nýggjan fiskivinnupolitikk. Og í øllum trimum álitinum hjá Vinnunevndini vísir meirilutin, samgongan, á, at samgongan arbeiðir saman við øllum flokkum við broytingum í lógini um vinnuligan fiskiskap. Fyrr í ár varð undirlagið á Tórsvølli skift út, og varð hetta arbeiði gjørt við góðum stuðli frá FIFA. Í hesum sambandi vitjar Joseph S. Blatter á Tórsvølli 10. oktober, har FIFA forsetin fer at festa eina plátu, sum prógv fyri, at altjóða fótbóltssamgongan hevur stuðlað hesi verkætlan. Umframt at heilsa uppá umboð fyri FSF, fer FIFA forsetin eisini at hitta Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, og Heðin Mortensen, borgarstjóra í Tórshavnar Kommunu. Tað er ein sera stórur heiður fyri okkum, at FIFA forsetin kemur til Føroyar. Hettar er uttan iva ein av størstu vitjanum, sum Føroyar nakrantíð hava havt innan ítróttarøkið. Tað hevur stóran týdning fyri Fótbóltssamband Føroya, at hava eitt gott og tætt samband við FIFA, og vitjanin av Joseph S. Blatter er eisini eitt gott íkast til at gera Føroyar og føroyskan fótbólt kendan í útlondum, sigur Christian Andreasen, FSF forseti. Landsstýrið væntar at fáa 80 milliónir krónur í landskassan burtur úr makrelfiskiskapinum í ár. Í uppskotinum um eykajáttanarlóg, sum landsstýrismaðurin við fíggjarmálum í dag legði fyri løgtingið, verða 80 milliónir krónur inntøkuførdar sum gjald í landskassan í sambandi við makrelfiskiskapin. Mett verður, at veiðigjaldið í ár gevur landskassanum umleið 40 milliónir krónur í inntøku. Sambært uppskotinum verður mett, at makrelveiðan í ár verður100.000 tons í ár. Harafturat verður roknað við 40 milliónum í avreiðingargjaldi. 20.000 tons til móttøkuskip Roknað verður við, at 20 prosent av veiðini í ár tað eru 20.000 tons verða latin móttøkuskipum undir fremmandum flaggi. Her skal gjaldast eitt avreiðingaravgjald upp á 2 krónur fyri kilo. Í uppskotinum verður størsta fyrivarni tikið fyri mettu inntøkunum av bæði veiðigjaldi og avreiðingargjaldi. Fíggjarmálaráðið skrivar, at metingin um, at 20 prosent av veiðini verða latin móttøkuskipum undir fremmandum flaggi, er grundað á veiði og framleiðslumynstrið í 2011 og higartil í ár. Helst nógv minni Veruleikin er helst langt frá metingini. Útvarpið kundi fríggjadagin staðfesta við tølum frá Fiskiveiðieftirlitinum sum grundarlag, at útlendsk móttøkuskip høvdu keypt 3.800 tons av makreli, og tað svararr til 7,6 milliónir krónur í avreiðingargjaldi. Útreiðslurnar til rentustuðul í ár verða nógv størri enn mett, millum annað av tí at umsitingargjaldið fyri realkredittlán er hækkað. Í uppskotinum til eykajáttan verður biðið um at hækka játtanina til rentustuðul við seks milliónum krónum. 78 milliónir goldnar Higartil í ár eru goldnar 78 milliónir krónur í rentustuðli. Tað svarar til 37 prosent av samlaðu rentuútreiðslunum. Av hesum er parturin hjá kommununum 13 prosent. Netto eru sostatt goldnar 50 milliónir krónur Metingin fyri árið vísir, at útreiðslurnar til rentustuðul verða 129 milliónir krónur Parturin hjá kommununi er 45 milliónir. Hægri umsitingargjald Landsstýrið sigur, at ein orsøk til øktar rentuútreiðslur hjá lántakarum og harvið, at rentustuðulin hækkar, er, at bankarnir hava hækkað umsitingargjaldið fyri realkredittlán. Hækkingin kom í gildi 1. apríl, og tað ber í sær, at rentan á øllum eldri realkredittlánum er hækkað 0,65 prosent. Stendur tað vil Vinnumálaráðið, verða 300.000 krónur afturat í hesum árinum at kanna Eik Grunnin. Í fjør varð farið at kanna Eik Grunnin í sambandi við, at grunnurin gjørdist insolventur í kjalarvørrinum av húsaganginum í Eik Banka. Mett varð, at kanningin fór at kosta hálva aðru millión krónur, og ein hálv millión varð játtað til fyrsta partin av kanningini. 185.000 krónur brúktar Skráseting Føroya fekk tær 500.000 krónurnar við eykajáttanarlóg, sum varð samtykt í september í fjør. 185.000 krónur eru brúktar til kanningina, og arbeiðið, sum er eftir at gera, verður mett at kosta 1,3 milliónir krónur Skrásetingin hevur sett krav móti Eik Grunninum í konkurs, at granskingarútreiðslurnar skulu hava framíhjárætt. Men rætturin gav ikki Skrásetingini viðhald í kravinum. Avleiðingin verður helst tann, at Skrásetingin einsamøll noyðast at bera útreiðslurnar av granskingini, sigur Vinnumálaráðið. 300.000 krónur í ár 1,3 milliónir krónur vanta framvegis í at gera kanningina lidna, men av tí at so langt er liðið út á árið, hevur Skrásetingin mett, at tørvurin í ár er 300.000 krónur Í uppskotinum til eykajáttan, sum júst er lagt fram, biður Vinnumálaráðið løgtingið um at játta hesa upphædd. Oljuprísurin er so nógv hækkaður í hesum árinum, at landsstýrið biður løgtingið um 12,3 milliónir krónur í eykajáttan til Strandferðsluna. Síðani 1. januar er oljuprísurin hækkaður nærum eina krónu, úr fimm upp í nærum seks krónur fyri liturin. Í juni kostaði oljan 5,62 krónur fyri liturin. Játtanin heldur ikki Upprunaliga vórðu settar av 42,2 milliónir krónur til olju til strandfaraskipni, men seinastu framskrivingarnar vísa, at kostnaðurin fyri olju í ár verður 54,5 milliónir krónur við verandi prísum. Tørvurin á eykajáttan til olju eru sostatt 12,3 milliónir krónur, og hesa upphædd biður Vinnumálaráðið, sum umsitur Strandfaraskip Landsins, løgtingið um at játta. Meirilutin í Fuglafjarðar býráð hevur samtykt at selja tríggjar av frystitunlunum á havnalagnum í bygdini til partafelagið Bergfrost fyri átta milliónir krónur. Minnilutin setir spurnartekn við alla søluna, og atkvøddi tí ímóti. Fuglafjarðar kommuna hevur fingið undantaksloyvi frá Innlendismálaráðnum at selja tunlarnar, treytað av at selt verður fyri 1. oktober. Grundlógaravhoyring verður í Føroya rætti seinnapartin. Fýra fólk, sum eru tikin í einum rúsevnamáli, koma fyri rættin. Kriminalløgreglan vil undan grundlógarhoyrinum ikki greiða frá, hvat málið snýr seg um, annað enn at talan er um fýra fólk, sum vórðu handtikin í gjár. Enn veit politiið ikki, hvør framdi herverkið á Tjóðpallinum í gjáranáttina. Politiið hevur avhoyrt fleiri fólk starvsfólk hjá Tjóðpallinum og fólk í grannalagnum men enn er ongin handtikin í málinum, sigur Hildur Hentze, varaleiðari á Kriminaldeildini. Tryggjað spor Politiið hevur gjørt kanningar á Tjóðpallinum og hevur tryggjað spor av fingramerkjum og dna spor. Tey eru send til Danmarkar til nærri kanningar, men úrslitini av teimum verða ikki greið fyrr enn um nakrar vikur. Herverkið er framt millum klokkan 21 sunnukvøldið og klokkan 7 í gjáramorgunin. Tann, sum hevur gjørt herverkið, hevur millum annað skorið hol á teppir, skrætt leikbúnar og skorið el leidningar sundur. Eisini hevur gólvið fingið skaða, tí gerningsfólkið hevur lagt eina slangu við rennandi vatni á gólvið. Politiið heitir á fólk, sum hava varnast nakað óvanligt nærhendis Tjóðpallinum frá sunnukvøldinum til mánamorgunin, um at venda sær til politiið. Ivasamt við leiki Eftir ætlan skuldi ein ungdómsleikur frumframførast á Tjóðpallinum hóskvøldið. Jenny Petersen, stjóri á Tjóðpallinum, sigur, at enn vita tey ikki, um leikurin kann framførast hóskvøldið, ella um hann má útsetast. Tey mugu millum annað kanna, um ljóð og ljósútgerðin virkar, sum hon skal. Norska alifyritøkan Salmar, sum eisini eigur í Bakkafrosti, ætlar at tvífalda laksaalingina í 2025. Fleiri enn 10 prosent kunnu verða vistfrøðiligur laksur. Væntandi verður vøksturin næstu 13 árini seks prosent um árið, og Salmar væntar at taka 210.000 tons av laksi í 2025. Næsta ár væntar felagið at ala 7.000 tons av vistfrøðiligum laksi, men í 2025 verður hesin parturin av virkseminum hjá Salmar 21.000 tons. Alingin kann vaksa munandi Nýggjar metingar vísa, at góðir møguleikar eru at økja laksaalingina munandi næstu 40 árini. Í løtuni verða ald ein millión tons um árið, men alingin kann vaksa upp í fimm milliónir tons um árið. Salmar eigur 25 prosent av Bakkafrosti, men hevur forkeypsrætt til fýra prosent afturat. Palestinski staturin er í vanda fyri at fara á húsagang, um gevaralondini ikki játta fleiri pengar. Tað kom fram á einum fundi í New York, sum nýggi norski uttanríkisráðharrin, Espen Barth Eide, var vertur fyri. 27 lond lata palestinum fíggjarligan stuðul. 2,2 milliardir vanta í Á fundinum upplýsti palestinski fíggjarmálaráðharrin, Nabil Kassis, at vandi er fyri, at 2,2 milliardir krónur fara at resta í, til tess at fáa fíggjarætlanina fyri Palestina at standa upp og niður næsta ár. Tað kann í ringasta føri hava við sær, at landið fer av knóranum. Tað stendur alt annað enn væl til í palestnsku sjálvstýrisøkjunum. Áhugin fyri tí, sum hendir har, er ikki stórur. Tað er heldur kjarnorkuætlanin hjá Iran, og kreppan millum Iran og Ísrael, sum er á breddanum. Samráðingar slitnaðar Samráðingarnar ímillum palestinar og Ísrael eru slitnaðar, og Ísrael heldur fram við búsetingarætlanum sínum í palestinsku økjunum. Síðani í 2007 hava palestinar fingið 5,7 milliardir dollarar í stuðuli, bert fyri at fáa fíggjarætlanina at hanga saman, og áhugin hjá gevaralondunum er minkaður, serliga eftir at stígur er komin í samráðingarnar um palestinska statin. Íslendingurin, Orri Vigfússon, bjóðar seg at verða semingsmaður millum londini, ið stríðast um rættindini at fiska makrel. Hann hevur sent danska uttanríkisráðharranum, Villy Søvndal, bræv, har hann sigur seg vilja royna semju Orri Vigfússon vísir á arbeiðið at fáa fiskimenn í Norðuratlantshavi at gevast við at fiska laks á víðum havi. Orri og felagsskapur hansara keyptu laksakvotu føroyinga, so teir góvust við at fiska laks frá skipi. 85 prosent av fiskiskapinum steðgaður Tað sama er gjørt aðrastaðni, so nú eru 85 prosent av skapinum eftir laksi á víðum havi steðgaður. Endamálið er at fáa meira laks at koma niðan aftur í áirnar at gýta. Hesar royndirnar heldur Orri Vigfússon kunnu brúkast í eini semingsroynd millum strandalondini um makrelbýtið, sum hann bjóðar seg at standa á odda fyri. Í brævinum til Villy Søvndal sigur Orri Vigfússon seg vera til reiðar at koma á fund við danska uttanríkisráðharran um málið. Landsverk er farið undir at breiðka ein part av vegnum til Selatraðar.Talan er um ein smalan tein beint norðan fyri Kolbeinagjógv, sum er umleið 500 metrar til longdar. Teinurin verður breiðkaður til tvær koyribreytir. Umframt at breiðka vegin, er eisini neyðugt at bøta um nakrar brúgvar á teininum. Í staðin fyri verandi brúgvar úr betong, verða áirnar nú lagdar í rør undir vegnum. Tvær milliónir krónur eru settar av til hetta arbeiðið í ár, upplýsir Landsverk. Pólski forsætisráðharrin, Donald Tusk, hevur sent Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, takkarkvøðu í sambandi við bjargingaátakið, tá seglbáturin Rzeszowiak var í havsneyð. Eg vil nýta høvi at takka fyri stóra arbeiðið, ið varð framt í sambandi bjargingarátakið, tá ið seglbáturin Rzeszowiak var í havsneyð, skrivar Donald Tusk, og leggur afturat Eg vil leggja dent á, at vit virðismeta ta framúrskarandi samskipanina og professionalismuna hjá bjargartænastunum í Føroyum. Somuleiðis takki eg fyri umsorgan og hjálp, sum bjargaða manningin fekk, og sum borgarstjórin í Havn skipaði fyri, sigur pólski forsætisráðharrin, Donald Tusk, í takkarskrivinum. Pensjónirnar hækka 50 krónur um mánaðin næsta ár. Tað svarar í meðal til 0,85 prosent, sum fakfeløgini hava fingið í lønarhækking í ár. Næsta ár fáa tey 0,85 prosent afturat. Tað sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, við Sosialin. Sostatt fer hon ikki at eftirlíka kravinum frá Landsfelag Pensjónista um 220 krónur um mánaðin, sum fakfeløgini hava fingið. Annika Olsen sigur, at pensjónir hava altíð hækkað í prosentum, og ikki í krónum, og tað sama verður gjørt hesaferð. Tí heldur hon ikki, at hon hevur brotið nakað lyfti. 220 krónur 7 8 prosent Skuldu allar pensjónir hækkað 220 krónur um mánaðin, hevði hækkingin verið 7 8 prosent. Tað hevði kostað landskassanum einar 25 milliónir krónur, og tað hevur ongantíð ligið í kortunum, sigur landsstýriskvinnan í almannamálum við Sosialin. 0,85 prosent kosta landskassanum einar 8,2 milliónir krónur Annika Olsen ætlar, at pensjónirnar skulu hækka við afturvirkandi gildi frá 1. januar í ár, og á nýggjárinum hækka tær aftur 0,85 prosent. Sostatt verður samlaða hækkingin 1,7 prosent í hesum umfarinum. Gamli Skálaberg kemur nú aftur á okkara leiðir. Hann er keyptur til Íslands. Partafelagið Brim hevur keypt frystitrolaran Esperanza del Sur úr Argentina, upplýsir Brim á sínari heimasíðu. Trolarin er keyptur fyri 160 milliónir krónur, ella hálva fjórðu milliard íslendskar. Fór úr Føroyum í 2010 Skálaberg varð strikaður í føroysku skipaskránni tann 13.januar í 2010 Hann varð tá seldur fyri 190 milliónir krónur, tíggju milliónir meira, enn hann kostaði at byggja. Felagið Pesantar í Argentina keypti Skálaberg. Sama felag hevur nú selt hann til Íslands. Brim yvirtekur skipið í næsta mánaði, og trolarin kemur til Íslands í november. Hetta var fimti Skálaberg hjá Kjølbro í Klaksvík. Hann kom nýbygdur til Føroya í 2003. ES skip tveittu tosk fyri næstan 24 milliardir krónur fyri borð aftur tey 45 árini, frá 1963 til 2008. Tað siga nýggjastu tølini í kanningini hjá óhefta bretska kanningarstovninum New Economic Foundation. Stovnurin sigur, at 2,1 millión tons av toski vórðu blakað útaftur í Norðsjónum, Ermarsundi og Skagerak. Toskur, sum var verdur næstan 24 milliardir krónur. New Economic Foundation sigur, at ES skip tveittu eisini onnur fiskasløg enn tosk aftur í havið. Avleiðing av fiskivinnupolitikkinum Útblakingin er avleiðing av fiskivinnupolitikkinum hjá ES. Skip blaka fisk útaftur, tí tey hava ikki kvotu, og kunnu tí ikki koma til lands við fiskinum. Undirmálsfiskur fer eisini fyri borð aftur. Og fiskur, sum hevur so vánaligan prís, at fiskimenninir halda tað loysir seg ikki at taka hann við til lands. Í sambandi við ST aðalfundin skal løgmaður eisini hitta við russiska uttanríkisráðharran, Sergej Lavrov. Løgmaður og russiski uttanríkisráðharrin fara at umrøða handilsviðurskiftini millum Føroyar og Russland. Føroyar hava sett fram ynski um ein fríhandilssáttmála við Russland. Russar hava júst fingið limaskap í heimshandilsfelagsskapinum, WTO. Neyðugt verður við 70 milliónum krónum í eykajáttan, um miðnámskúladepilin í Marknagili skal verða bygdur í sínum upprunaliga líki. Tað sigur Landsverk í svari til byggiharran, Mentamálaráðið. Landsverk hevur endurskoðað Marknagilsverkætlanina, og hevur lagt trý uppskot um loysnir fyri Mentamálaráðið, nú skúladepilin gjørdist 155 milliónir krónur dýrari, enn Landsverk upprunaliga metti. Landsverk mælir Mentamálaráðnum til at fremja verkætlanina, so Marknagilsdepilin verður bygdur í tí líki, hann er ætlaður í dag tó við broytingum, sum ikki fara at ávirka viksemið á skúlanum. 70 milliónir krónur eyka Henda loysnin fer at krevja 70 milliónir krónur í eykajáttan. Landsverk roknar haraftrat við eini príshækking, ið verður 15 milliónir krónur, til 2016. Tískil verður talan um góðar 85 milliónir krónur í eykajáttan. Samlaða íløgan fyri 2012 er 461 milliónir krónur. Í verklagslógini, sum Løgtingið samtykti í 2008, var játtanin 391 milliónir krónur. Landsverk metir í øðrum lagi, at neyðugt verður ikki við eykajáttan, um skúladepilin verður skerdur við 7.300 fermetrum í vídd. Mælir frá Landsverk mælir tó Mentamálaráðnum frá at velja hesa loysnina, tí tá verður ómøguligt at hýsa ætlaða virkseminum á skúlanum, sigur Landsverk. Um løgtingið ikki er sinnað at veita eykajáttan, mælir Landsverk til eina triðju loysn, sum er at bjóða tær tríggjar størstu arbeiðstøkurnar út av nýggjum. Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, fer seinni í dag á fund við bygginevndina og politiska fylgibólkin um miðnámsskúlaætlanina í Marknagili. Trolararnir Jaspis og Ametyst, sum Fiskiveiðueftirlitið legði í tvær vikur, sluppu at fiska aftur fríggjadagin, hóast teir bara høvdu ligið í fimm dagar. Tað hendi, eftir at Føroya rættur á middegi fríggjadagin bað Fiskiveiðieftirlitið endurskoða avgerðina um at leggja Stjørnuna og Smaragd fyri ov stóra hjáveiðu av sild, tá teir fiskaðu makrel. Sambært útskurðinum hjá Føroya rætti skal Fiskiveiðieftirlitið grundgeva betur fyri sínum avgerðum, og eisini taka onnur atlit enn bara talvuna, sum sigur, at so og so nógv prosent av sild geva so og so nógvar vikur veiðibann. JFK Trol, sum eigur Stjørnuna og Smaragd, kærdi avgerðina hjá Fiskiveiðieftirlitinum. Føroya rættur viðgjørdi málið mikudagin og úrskurðurin kom fríggjadagin. Tá høvdu skipini ligið í seks dagar. Men kom úrskurðurin hjá rættinum sama dagin, sum skipini vórðu løgd, sluppu teir eisini út aftur tann dagin, hóast tey høvdu alt ov nógva sild. P.f. Ametyst kærdi eisini P f Ametyst, sum eigur Ametyst og Jaspis, kærdi eisini. Men tað málið var ikki viðgjørt í rættinum, tá úrskurðurin í hinum málinum kom í gjár. Og tað verður heldur ikki viðgjørt. Jaspis og Ametyst kundu eisini loysa fríggjadagin, tá tað gjørdist greitt, hvat Føroya rættur heldur um avgerðirnar hjá Fiskiveiðieftirlitinum. Fiskiveiðieftirlitið fer at nærlesa úrskurðin hjá Føroya rætti um Stjørnuna og Smaragd. Miðalútgjaldið úr ALS er lækkað 300 krónur, síðani lógin varð broytt fyrr í ár. Miðalútgjaldið er nú 5.610 krónur fyri skeiðið, sum er 14 dagar. Arbeiðsloysið í Føroyum er størri enn tølini hjá ALS siga, tí øll tey arbeiðsleysu eru ikki í ALS. Nógv fáa pengar frá Almannaverkinum, tí tey hava einki arbeiði. Í dag eru til dømis 1212 fólk í ALS. Men tey arbeiðsleysu eru meira enn 200 fleiri. 52 onga útbúgving Sambært tølum, sum ALS hevur gjørt, og sum Trivnaðarnevndin hjá løgtinginum hevur fingið, nú hon viðger uppskotið til samtyktar hjá Javnaðarflokkinum um tiltøk at venda skeivu gongdini í fólkatalinum, eru nøkunlunda líka nógv í ALS, sum hava útbúgving og onga útbúgving. 52 hava útbúgving. Men arbeiðsleysar kvinnur við ongari útbúgving eru nógv fleiri enn menn. Tær eru 60 av teimum arbeiðsleysu í ALS, sum onga útbúgving hava aðra enn fólkaskúlan.Serliga nógv í aldursbólkunum 20 29 og 50 66 ár hava onga útbúgving. 44 miðnámsútbúgving 44 av teimum arbeiðsleysu, sum hava útbúgving, hava miðnámsútbúgving. Bara trý prosent, 20 fólk, hava hægri útbúgving, eru akademikarar. Fyri einum góðum mánaði síðani høvdu 123 kvinnur og 125 menn, yngri enn 26 ár, einki arbeiði. 70 teirra fingu almannahjálp. Føroyskar fyritøkur bjóða seg fram at hjálpa, nú kilska alivinnan er um at koma fyri seg aftur. Tríggjar fyritøkur, Vónin, KJ Hydraulik og JT Electric, vera við á altjóða sølustevnuni Aqua Sur í Kili frá 10. til 13.oktober. Fyritøkurnar fara at bjóða sínar vørur fram á einum felags bási á sølustevnuni. Fólk frá føroysku fyritøkunum fara til Kili, áðrenn Aqua Sur byrjar, fyri at vitja alarar í Kili. Alivinnan í Kili mundi farið heilt fyri bakka av ILA sjúkuni, men nú sjúkan er bast, verður vinnan bygd uppaftur. Makrelurin er enn í føroyskum sjógvi, í ein landnyrðing úr Føroyum, eysturi við fiskimarkið, har hann hevur verið nú í nakrar dagar. Men sum skilst er minni at fáa nú. Onkrir partrolarar góvust í gjár, tí so lítið var at fáa, og nógv sild er á leiðini, upplýsir Fiskiveiðueftirlitið. Nú eru fiskað okkurt um 89.000 tons av føroysku kvotuni, sum er 134.000 tons. Á midnátt fríggjakvøldið varð givið leyst at fiska makrel. Lógaruppskotið byggir á tjóðskaparligar og politiskar hugsjónir, og endamálið er at verja alivinnuna. Men lógaruppskotið fer at gera alivinnuni nógv størri skaða enn gagn. Tað sigur Felagið Peningastovnar um ætlanina hjá landsstýrinum at avmarka útlendska eigaraskapin í alivinnuni. Felagið Peningastovnar var millum teirra, sum tóku av, tá Vinnumálaráðið sendi uppskotið til hoyringar, eftir at tað var lagt fram í tinginum. Felagið sigur, at áhugin at seta pengar í føroysku alivinnuna fer at minka, tá eingin útlendingur kann eiga meira enn 30 prosent. Partabrøvini verða minni umsetilig. Torførari at endurreisa feløg Tað verður eisini torførari hjá peningastovnunum at vera við til at endurreisa kreppurakt alifeløg, um peningastovnarnir noyðast at gerast eigarar, tí útlendingar ikki sleppa at keypa og eiga meira enn eitt vist í føroyskum alibrúkum. Lógaruppskotið hjá Johan Dahl, landsstýrismanni, kom í tingið 9.august, og lógarbroytingarnar skulu vera galdandi frá tí degi. Alivinnan hevur nú í seks vikur ikki vitað, hvat er galdandi lóg viðvíkjandi útlendskum eigaraskapi. Og hon noyðist at geva tol í nakrar vikur afturat. Málið er í Vinnunevndini. Hon hevur fund í morgin. Tá hevur nevndin biðið millum annað Felagið Peningastovnar koma at greiða frá sínari støðu. Hondbóltskappingin hjá kvinnum skuldi eftir ætlan byrja hetta vikuskiftið, men nú er greitt, at kappingin ikki byrjar fyrr enn vikuskiftið 6. 7. oktober. Hesum boðar Hondbóltssambandið frá í tíðindaskrivi. Orsøkin til, at kappingin er útsett er, at VÍF og Tjaldur hava lagt saman, og hetta elvir til broytingar í kappingini, sum longu varð løgd, áðrenn fráboðaðu samanleggingina, sigur HSF. Ein onnur orsøk er eisini, at komandi fríggjadag fer kvinnulandsliðið til Finnlands at spæla tveir venjingardystir. Meistarnir, H71, spældu móti Kyndli í høllini á Hálsi Úrslitið gjørdist, at H71 vann 27 25. Besti málskjútti hjá Kyndli var Hørdur Sigtórsson, sum skeyt seks mál. Hjá H71 var tað Bogdan, ið gjørdist toppskútti við átta málum Á Skála var dystur millum STÍF og Team Klaksvík, úrslitið var, at STÍF vann greitt 31 13, hálvleiksstøðan var 15 5 til STÍF. Toppskjútti hjá STÍF var Sveinur Justinussen við átta málim, meðan Sámal Olsen skeyt fimm mál fyri Team Klaksvík. Í Vestmanna var fyrsti dysturin millum VÍF og KÍF, úrslitið var, at KÍF vann 30 26, eftir at hálvleiksstøðan var 14 14. Fyri VÍF skeyt Martin Ritter seks mál, og toppskjútti hjá KÍF var Hans Eli Sigurdbjørnsson við 10 málum. Annað umfar verður leikt tann 30. september. Og tá eru dystirnir hesir KÍF Kyndil VÍF STÍF H71 Neistin Á Svangaskarði tók botnliðið, B68, ímóti oddaliðnum, ÍF. Tað vóru nógvir málmøguleikar, men hvørki av liðunum fekk bóltin í málið. Sostatt mistu bæði liðini eitt týðandi fet í ávíkavist botnstríðnum og oddastríðnum. EB Streymur vann 3 2 í trupla útidystinum ímóti Víkingi. Við góðum fótbóltspæli stýrdu teir dystinum. Levi Hanssen skoraði fyrst, og málrevurin, Arnbjørn Hansen, skeyt málini til 2 0 og 3 0. Víkingarnir gjørdu ein vørr upp undir endan. Fyrst gjørdi EB Streymur sjálvmál, og síðani skoraði Hjartvard Hansen í yvirtíðini til 3 2. NSÍ hevði tað mesta av spælinum á heimavølli ímóti TB, men tað vóru tvørámenn, ið fóru avstað við sigrinum. Venjarin Milan Kujic skifti seg sjálvan inn, og tá 72 minuttir vóru leiktir, legði hann sítt lið á odda. Mongu tvøráfólkini við Løkin kundu tískil fegnast, tí við 1 0 sigrinum tók TB eitt stórt fet móti einum ári afturat í Effo deildin. Tað var ein undirhaldandi dystur við Djúpumýru, tá KÍ tók ímóti B36. B36 vann, eftir at hálvleiksstøðan var 2 2. Rasmus Dan Sørensen og Súni Olsen løgdu B36 á odda, áðrenn Páll Klettskarð og Andy Olsen skoraðu fyri KÍ. 10 minuttir inn í seinna hálvleik varð tað 4 2 til B36. Fyrst skoraði Atli Danielsen við brotssparkið, og síðani økti Lukaz Cieslewicz. Stutt fyri leiklok minkaði Páll Klettskarð til endaliga úrslitið 3 4. HB fekk trý kærkomin stig í stríðnum um Europa Cup pláss við einum tryggum 4 0 sigri á einum tannleysum FC Suðuroy liði á Eiðinum í Vági. HB skoraði tvær ferðir í hvørjum hálvleiki. Christian R.Mouritsen og Fróði Benjaminsen skoraðu í fyrra hálvleiki, og Gunnar Haraldsen og Alex Jos eacute Dos Santos skoraðu í seinna hálvleiki. Støðan eftir 25.umfar EB Streymur 52 ÍF 50 KÍ 42 HB 41 Víkingur 41 B36 36 NS igrave 30 TB 24 B68 21 FC Suðuroy 9 Næsta umfar er á skránni tann 30. september. Tá eru dystirnir hesir B68 EB Streymur FC Suðuroy ÍF Víkingur KÍ HB TB B36 NSÍ Poul Hansen heilsøla hevur keypt Inn handlarnar við Sundsvegin og Landavegin í Havn, skrivar Dimmalætting. P.f. INN við Jaspuri Johannesen hevur átt og rikið handlarnar í nøkur ár. Felagið hevur Inn handlar aðra staðni í landinum, og sambært Dimmalætting fer P.f INN framvegis at reka teir. Hetta er fyrstu ferð, at Poul Hansen heilsøla, sum byrjaði í 1927, eisini roynir seg við matvøruhandlum. Høgni Hansen, stjóri í P.f Poul Hansen, sigur, at enn er ikki greitt, um heilsølan fer at reka handlarnar sjálv, ella um onkur fer at reka fyri heilsøluna. Tann spurningurin verður viðgjørdur í løtuni, sigur hann við Dimmalætting. Á midnátt verða knappliga 38.000 tons av makreli givin upp til skutils. Tað merkir, at tá verða allar avmarkingar millum skipabólkarnar og hámarkið fyri einstøk skip, sum fiska av felagskvotu, tiknar burtur. Tá sleppa skip at fiska av felagskvotum, sum tey í løtuni ikki sleppa framat. Knappliga 38.000 tons eftir Fiskimálaráðið sigur í dag, at skip og bátar, sum longu hava loyvi til at fiska av felagskvotu, skulu ikki søkja um nýtt fiskiloyvi nú. Men nótaskipini, sum hava loyvi at fiska makrel av eginkvotu, og ikki hava loyvi til at fiska av felagskvotu, noyðast at søkja Fiskimálaráðið um nýtt fiskiloyvi, ætla tey sær at fáa part av felagskvotuni eftir midnátt. Felagskvotan var 70.000 tons, og knappliga helvtin er fiskað. Eftir eru knappliga 38.000 tons. Arbeiðið at bora tunlarnar í stóru Eiði 2 verkætlanini hjá SEV verður nógv seinkað, og tað fer eisini at dýrka verkætlanina munandi. Tí hava MT Højgaard og J amp K Petersen, sum gera arbeiðið, sett SEV nýggj krøv. Verkætlanarleiðarin fýlist á, at røttu upplýsingarnar ikki komu fram, áðrenn arbeiðið byrjaði, men hesum vísir stjórin í SEV aftur. Harðari grót Sambært Torben Johansen, verkætlanarleiðara, sum umboðar MT Højgaard og J amp K Petersen, er grótið, har borað verður, harðari, enn roknað varð við. Tað merkir, at tað tekur longri tíð at bora enn væntað. Eftir ætlan skuldi arbeiðið at bora verða liðugt í mars mánaði næsta ár. Men tíðarætlanin fer ikki at halda. Torben Johansen metir, at arbeiðið í minsta lagi verður eitt hálvt ár seinkað tað merkir, at tað í fyrsta lagi verður liðugt í september næsta ár. Einki kannað frammanundan Torben Johansen vísir á, at ongar kanningar vórðu gjørdar av grótinum, áðrenn arbeiðið byrjaði, og tí er tað komið óvart á, at grótið er harðari, enn roknað varð við. Tað skuldi verið gjørt, tí hevði samtakið havt kunnleika til ta vitan, sum nú er komin fram, høvdu fyrireytirnar fyri arbeiðinum verið heilt øðrvísi, sigur hann. Nýggjar mátingar hava eisini staðfest, at innihaldið av vandamikla evninum kvarts, sum kann vera heilsuskaðiligt, er nógv størri, enn roknað var við frammanundan. Arbeiða færri tímar á vaktini Higartil hava arbeiðsfólkini hjá MT Højgaard og J amp K Petersen, sum gera arbeiðið, arbeitt í vaktum, sum hava verið 12 tímar. Men tað er ikki ráðiligt at arbeiða í 12 tímar, sum støðan er, sigur Torben Johansen, verkætlanarleiðari. Tað merkir, at arbeiðsfólkini nú bert kunnu arbeiða í 6 8 tímar hvørja ferð. Og tað seinkar arbeiðinum. Torben Johansen vil ikki siga, hvørji krøv samtakið fer at seta fram ímóti SEV, nú arbeiðið er seinkað, og tí fer at kosta samtakinum nógv meira enn væntað. Partarnir ósamdir Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, váttar, at SEV hevur fingið at vita, at arbeiðið verður seinkað eitt hálvt ár. Tí eru samráðingar í løtuni millum SEV og arbeiðstakaran, hvussu víðari skal farast fram. Hákun Djurhus vil ikki gera viðmerkingar til sjálvar samráðingarnar, men ásannar, at tað fær fíggjarligar avleiðingar, nú verkætlanin er seinkað. Hann sigur, at partarnir eru ósamdir um grundarlagið undir ósemjuni. SEV metir, at nóg væl varð kunnað um tilfarið í grótinum, og tí er einki at finnast at, sigur Hákun Djurhuus. Semjast partarnir ikki, kann málið enda í gerðarrættinum. 48 milliónir og 233.000 krónur. Tað hevur landskassin fingið higartil í ár fyri makrelin. Í vár ætlaði landsstýrið sær 128 milliónir frá makrelinum. Við nýggjastu tølunum hjá Fiskiveiðueftirlitinum hevur Útvarpið roknað út, at góðar 48 milliónir eru komnar í veiðigjaldi og avreiðingargjaldi. Fiskað eru 83.730 tons. AElig tlaði sær 10 ferðir meira Útlendsku móttøkuskipini, Kai Yu og Kai Li, hava keypt 3800 tons, sum geva landskassanum 7,6 milliónir krónur í avreiðingargjaldi. Landsstýrið ætlaði sær tíggju ferðir meira í avreiðingargjaldi í ár. Veiðigjaldið, 25 oyru fyri kilo upp til 3.000 tons, gevur 11 milliónir og 082.250 krónur fyri 44.329 tons. Nøkur skip hava fiskað 3.000 tons ella meira, tilsamans 39.401 tons. Her er veiðigjaldið 75 oyru fyri kilo. Tey geva 29 milliónir og 550.750 krónur Tilsamans 48,23 milliónir higartil. Er enn í føroyskum sjógvi Makrelurin er enn í føroyskum sjógvi, men hann er báðum megin við fiskimarkið til ES, í ein landnyrðing úr Føroyum. Norsk skip fiska hinu megin markið. Tróndur í Gøtu landar 1830 tons til Varðan Pelagic á Tvøroyri. Sambært reiðaríinum er hetta størsta lastin higartil av feskum fiski, sum er landað til matna í Føroyum. Tróndur í Gøtu hevur 1510 tons av makreli og 320 tons av sild. Hesin túrurin vardi bara hálvt annað samdøgur. Skipini fáa 5,75 krónur fyri kilo av makreli á Tvøroyri. Geva leyst á midnátt Á midnátt í kvøld verður givið leyst at fiska makrel hjá øllum, sum hava fiskiloyvi. Tá verða allar avmarkingar millum skipabólkarnar og hámarkið fyri einstøk skip tikin burtur. Skip kunnu fiska av felagskvotum, sum tey í dag til á midnátt, ikki sleppa framat. Og enn eru hálvt hundrað túsund tons eftir av føroysku heildarkvotuni. Vitjanin hjá løgmanni og landsstýrismanninum í oljumálum á boripallinum Cosl Pioneer hevur sett ferð á gitingarnar um, hvussu tað gongur hjá Statoil at finna olju á Brugdan 2 leiðini. Fríggjadagin í síðstu viku vitjaðu Kaj Leo Holm Johannesen og Johan Dahl umborð á Cosl Pioneer saman við stjóranum fyri Statoil, Rúna M. Hansen. Teir ynsktu at síggja pallin og viðurskiftini umborð, og tað ynskið var gingið á møti, sigur Rúni M. Hansen, sum leggur dent á, at meira skal ikki leggjast í vitjanina. Hava borað síðani 17. juni Statoil fór undir at bora 17. juni í ár. Tá metti felagið, at tað fór at taka millum fýra og fimm mánaðir, til úrslitið av boringini varð greitt. Arbeiðið gongur eftir ætlan, og tíðarætlanin heldur, er einasta viðmerkingin frá Rúna M. Hansen. Cosl Pioneer verður á føroyska landgrunninum til einaferð í november mánaða. Talan er um størstu, einstøku verkætlan í føroyskari søgu. Royndarboringin, har Statoil er fyristøðufelag, er samanlagt mett at kosta um eina milliard krónur. Blái Krossur hevur gjørt sáttmála við byggifelagið KBH um at byggja viðgerðarheim á Nesi í Eysturoynni. Heimið, sum kemur í staðin fyri Blákrossheimið í Havn, kostar góðar 12 milliónir krónur, og tað skal vera liðugt um ársskiftið 2013 14. Blái Krossur Føroya rindar byggikostnaðin. Við í teimum 12 milliónunum er grundstykkið, sum Nes kommuna læt fyri nógvum árum síðani. Blái Krossur fær eisini meirvirðisgjaldið afturgoldið, nú MVG lógin er broytt. Eiga tvær milliónir krónur Sum er eigur Blái Krossur 2,2 milliónir krónur at byggja fyri, og hevur tilsøgn frá fyritøkum og øðrum upp á eina millión afturat. Blái Krossur vónar at fáa so nógvar gávur, so sleppast kann undan at taka lán og selja burtur av ognum. Tí enn resta nakrar milliónir í at fíggja byggingina. Landskassin rindar raksturin hjá Blákrossheiminum. Teknistovan í Gøtu hevur teknað viðgerðarheimið á Nesi. Hon fer eisini at hava eftirlitið, meðan bygt verður. Atlantsflog hevur fingið bronsuheiðursmerki sum Ársins flogfelag fyri sítt slóðbrótandi tiltak at taka í brúk nýggja navigatiónstøkni, og fyri at hava prógvað sínar dygdir sum felag og sítt virði fyri Føroyar. Felagið fekk henda heiðurin á aðalfundinum hjá European Regions Airline Association, ERA, sum varð hildin í Dublin í gjárkvøldið. Nýggj útgerð Tá Atlantsflog setti nýggja Airbus 319 flogfarið í regluliga flúgving í mars, varð eisini nýggj navigasjónsútgerð tikin í nýtslu. Dómsnevndin hjá European Ragions Airline Association sigur, at RNP AR tøknin í flogfarinum er slóðbrótandi, tí hetta er fyrstu ferð, hon verður brúkt í Evropa. Tvey onnur evropeisk flogfeløg vórðu eisini heiðrað á hátíðarhaldinum í Dublin í gjárkvøldið við ávikavist gull og silvurmerki. Fleiri enn 60 flogfeløg eru limir í hesum felagsskapi, sum nú loyvir Atlantsflogi og hinum báðum flogfeløgunum at marknaðarføra seg undir heitinum Airling of the Year . Varpar ljós á allar Føroyar Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi, sum tók ímóti heiðrinum í Dublin í gjárkvøldið, sigur, at tað frøir hann, at altjóða flogídnaðurin viðurkennir fakliga dugnasemið og týdningin, sum felagið hevur fyri føroyska samfelagið. Hetta varpar ikki bara ljós á Atlantic Airways, men allar Føroyar, sigur Magni Arge. Myndugleikarnir í Grønlandi hava gjørt avtalu við donsku myndugleikarnar um at rudda amerikanska ruskplássið í Dundas við Thule. Donsku myndugleikarnir rinda fyri at økið verður ruddað. Grønlendski landsstýrismaðurin í innlendismálum, Anthon Frederiksen, sigur við grønlendska kringvarpið, at tað í øllum førum fer at kosta 40 milliónir krónur at rudda økið. Avtalan við donsku stjórnina varð gjørd við táverandi danska ráðharran í umhvørvismálum, Karen Ellemann. Ruddingin boðin út Síðani er arbeiðið boðið út, og eitt grønlendskt felag eigur lægsta boðið, sum er 40 milliónir krónur AElig tlanin er at byrja ruddingina í ár, og arbeiðið skal verða liðugt í 2014. Tilfarið, sum verður tikið úr økinum, verður flutt til Danmarkar til víðari viðgerð. Er talan um vandamikuil evnir í økinum, verða fleiri pengar játtaðir til arbeiðið, stendur í avtaluni. USA hevði herstøð í Thule til í 2001. Skjalafalsan, stuldur, svik, teldusvik, og royndir at stjala og fremja teldusvik. Maðurin, sum fríggjadagin varð ákærdur fyri at hava dripið Dánjal Petur Hansen í november í fjør, er eisini ákærdur fyri onnur brot á revsilógina. Hesi brot eru, sambært ákæruritinum, framd í august, september og oktober í fjør. Stuldur við Visakorti Maðurin er ákærdur fyri at hava stolið fyri 69.265 krónur við at brúka Visakort hjá øðrum. Hann hevði onkursvegna fingið fatur í loynitalinum til Visakort, sum hann so brúkti til millum annað at taka út pengar, ofta tríggjar ferðir sama dagin, 5.000 krónur um dagin. Maðurin hevur, sambært ákæruritinum, eisini brúkt kortið til at keypa sær telefontalutíð á netinum. Ákærdi maðurin, sum fylti 33 ár sunnudagin, noktar seg sekan í øllum sjey ákærunum. Arbeitt verður framvegis við at finna eina loysn á fíggjarligu trongstøðuni hjá badmintonhøllini í Klaksvík, sum ikki megnar at rinda Norðoya Sparikassa rentur og avgjøld. Týsdagin var fundur millum leiðsluna í Norðoya Sparikassa og Klaksvíkar kommunu um framtíðina hjá badmintonhøllini. Gunvá við Keldu, borgarstjóri í Klaksvík, vil í løtuni ikki siga, hvør loysnin er, sum arbeitt verður við, tí málið skal fyrst viðgerast í býráðnum, sigur hon. Málið verður lagt fyri mentanarnevndina í Klaksvíkar býráð mikudagin, og fer síðani í fíggjarnevndina og í býráðið. Avgreitt í oktober Gunvá við Keldu væntar, at málið verður endaliga avgreitt á býráðsfundinum tann 9. oktober. Ítróttarliga virksemið í badmintonfelagnum er flutt yvir í annað felag. Upprunafelagið vónar, at Klaksvíkar kommuna og Norðoya Sparikassi í felag finna eina loysn eina sanering av skuldini so felagið megnar at reka høllina víðari. Samlaða skuldin hjá Badmintonhøllini í Klaksvík er 10,5 milliónir krónur. Enn er ikki greitt, hvussu Vága floghavn fær aftur tær 27 milliónir krónurnar, sum felagið hevur brúkt til at fáa beint burtur gamla dynamittið við flogvøllin. Tað arbeiðið er um at vera liðugt nú. Í mai boðaði Johan Dahl, landsstýrismaður, frá, at hann hevði biðið danska ferðslumálaráðharran um at fáa loyvi frá fólkatinginum um at taka pengarnar úr Íleggingargrunninum at niðurkapitalisera grunnin. Haðani eru pengarnir, 365 milliónir, tiknir til útbyggingina á flogvøllinum. Eingir pengar Nú fýra mánaðir seinni eru eingir pengar komnir. Johan Dahl sigur í dag, at ferðslumálaráðharrin hevur beint málið til danska vinnu og búskaparmálaráðið, sum varðar av Íleggingargrunninum. Tað er tí føroyska Fíggjarmálaráðið, sum hevur málið nú, sigur Johan Dahl. Atli S. Leo, aðalstjóri í Fíggjarmálaráðnum sigur, at har er málið ikki avgreitt. Tað er tó greitt, at pengarnir eru ikki komnir. Men fólkatingið kemur ikki saman aftur eftir summarið fyrr enn fyrst í oktober. Ein annar møguleiki, sum er nevndur, er at stevna byggifelagnum E. Phil amp Søn, sum útbygdi flogvøllin síðst í sjeytiárunum, eftir pengunum. Spreingievnið stavar frá tí arbeiðinum. Men tað ber neyvan til, tí fyrningarfreistin er langt síðani farin. Hava lagt peningin út Hin møguleikin er at stevna danska statinum fyri at lata føroyingar flogvøllin, uttan at heimastýrið visti nakað um fjalda spreingievnið. Flogvøllurin varð yvirtikin í 2008, so fyrningarfreistin er til næsta ár. P f Vága floghavn hevur lagt tær 27 milliónirnar út fyri at fáa gamla dynamittið burturbeint. Men felagið skal brúka pengarnar til farstøðina, sum skal byggjast fyri 102 milliónir. Á middegi í morgin fer Føroya rættur at kunngera úrskurðin um avgerðina hjá Fiskiveiðueftirlitinum at leggja trolararnar Stjørnuna og Smaragd í fýra vikur. Føroya rættur viðgjørdi málið seinnapartin í gjár. Reiðaríið, JFK Trol, kærdi avgerðina hjá Fiskiveiðueftirlitinum. Skipini eru løgd, tí tey fyri einari viku síðani høvdu alt ov nógva sild sum hjáveiðu, tá tey fiskaðu makrel. Tveir aðrir ísfiskstrolarar, Jaspis og Ametyst hjá P F Ametyst í Havn, eru eisini lagdir. Teir eru lagdir í tvær vikur. P f Ametyst hevur eisini kært, men tað málið er ikki viðgjørt í rættinum enn. Útflutningsvinnan verður nú kunnað um tiltøkini, sum ES nevndin hevur samtykt at seta í verk móti londum, ið ikki fiska felags fiskastovnar burðardygt. Talan er millum annað um tiltøk, sum ES kann seta í verk móti Føroyum, fæst ikki semja um makrelfiskiskapin. Í morgin skipar Vinnuhúsið fyri kunnandi fundi um málið. Við á fundinum verða Herálvur Joensen, deildarstjóri á Uttanríkistænastuni, og Gunnar Holm Jacobsen, ráðgevi og fyrrverandi sendimaður í Brússel. Teir fara at greiða frá innihaldinum í uppskotinum og gongdini í málinum, síðani uppskotið varð lagt fram í desember í fjør. Strandingar fara at byggja nýtt missiónshús í bygdini, sum ætlandi skal vera liðugt um fýra til fimm ár. Tað skrivar Sjóvar kommuna á heimasíðuni. Kunnandi fundur var fyri bygdarfólkinum týskvøldið. Endaligu tekningarnar eru um at vera klárar, og ætlanin er at grava út fyri húsinum í heyst. 360 fermetrar Nýggja missiónshúsið verður 360 fermetrar, í tveimum hæddum. Í ovaru hæddini verður pláss fyri 250 fólkum, og niðara hæddin fer at rúma 130 fólkum. Bygningurin verður mettur at kosta góðar átta milliónir krónur. Fíggjarnevndin fyri missiónshúsið hevur víst á, at enn vantar nakað í fyri at fáa endaliga fígging. Tað er umráðandi fyri fíggjarnevndina fyri húsið at fáa fígging til vega fyri tann 1. november, tí tá er ætlanin at senda umsókn til TAKS um at sleppa undan MVG Gamla missiónshúsið á Strondum er frá 1936. Næstu vikurnar fer Ráðið fyri ferðslutrygd á minna føroyingar á at brúka trygdarbelti, tá teir koyra í bussi. Tann 1. oktober 2009 varð ferðslulógin broytt og krøvini til trygdarútgerð munandi herd. Eitt nú hava øll ferðandi í bili og bussi býarbussar undantiknir og á tríhjólaðari motorsúkklu skyldu til at nýta trygdarútgerðina, sum akfarið er útgjørt við. Haraftrat má talið av ferðandi í bili ikki fara upp um talið á sitiplássum til ferðandi, sum hava trygdarbelti. Og forboð er fyri at hava ferðafólk í last ella vørurúmi. Førarin skal kunna um trygdarútgerð Førarin av einum bili til flutning av meira enn níggju fólkum førarin íroknaður skal, áðrenn farið verður atnkoyra, syrgja fyri, at ferðandi undir 15 ár verða kunnað um reglurnar um trygdarútgerð. Ásannandi, at ov lítið hevur verið gjørt fyri at fáa ferðandi at nýta trygdarbelti í bussum, vísir Ráðið fyri ferðslutrygd á, at øll ferðandi í bussum ikki bert hava skyldu til at nýta trygdarbeltini, men eisini eiga at hugsa um vandan, um tey ikki verða nýtt. Politiið fer at fylgja átakinum upp við eftirliti í oktober. Íslendska stjórnin hevur nú mist tolið við ES og Noregi, sum sambært íslendingum, skuldseta Ísland fyri líkt og ikki minst ólíkt í makreltrætuni. Steingrímur J. Sigfússon, fiskimálaráðharri, sigur, at eitt toymi við embætisfólkum úr nýggja vinnu og nýskapanarráðnum, sum er komið í staðin fyri gamla fiskimálaráðið, og úr uttanríkisráðnum, skal rætta alt tað tvætl og alla ta villleiðing, sum onnur koma við um støðuna hjá Íslandi í makrelmálinum, sigur ráðharrin. Greiða frá sannleikanum Nýggja toymið skal, sambært Steingrími J. Sigfússoni, við løgfrøðini í hondini fara út og greiða øðrum frá sannleikanum um Ísland og makrel. Ofta síggja og hoyra vit sera villleiðandi og einvegis pástandir frá teimum, sum brúka størstu orðini um okkum, sigur Steingrímur J. Sigfússon við Morgunblaðið í dag. Tað er eingin varandi loysn, at skúlin húsast í fleiri bygningum, soleiðis sum støða er í løtuni. Tað sigur Hanus Joensen, skúlastjóri í Tórshavnar kommunuskúla, við skúlablaðið. Í løtuni húsast kommunuskúlin í miðbýnum í Havn og í gamla skúlanum á Argjum. Hanus Joensen viðgongur, at tað er slítandi hjá teimum, sum varða av skúlanum, at skúlin er so spjaddur. Men hann leggur dent á, at tað námsfrøðiliga hevur størri týdning fyri skúlan enn matrikkulin. Hvessa á øðrum økjum Vit hava ikki teir flottu byggningarnar at bjóða næmingunum, so vit mugu hvessa okkum á øðrum økjum, sigur Hanus Joensen. Tórshavnar býráð arbeiðir í løtuni við eini ætlan um at niðurleggja Kommunuskúlan og Venjingarskúlan og leggja skúlarnar saman í ein skúla. Í tí sambandi arbeiðir Tórshavnar býráð við eini ætlan um at byggja ein nýggjan skúla Vesturskúlan sum skal hýsa nýggja samanlagda skúlanum. Nú líður so væl við samráðingunum um at fáa prísin á nýggju farstøðini á flogvøllinum niður, at seinasti fundurin um tað verður seinnapartin í morgin. Og mánamorgunin verður úrslitið lagt fyri nevndina í P f Vága Floghavn. Tað sigur Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn. 102 milliónir krónur at byggja fyri Vága floghavn hevur 102 milliónir krónur at byggja fyri. Men lægsta tilboðið, sum Articon eigur, er 125 milliónir. Samráðingar hava verið við byggifelagið um at fáa prísin niður. Tað verður gjørt við at brúka annað byggitilfar enn upprunaliga ætlað. Jákup Sverri Kass sigur, at talið er nú tætt við 102 milliónir. Vága floghavn ætlar ikki at biðja um fleiri pengar til farstøðina. Hon skal ikki kosta meira enn 102 milliónir. Ógreitt við dynamittinum Enn er ikki greitt, hvussu Vága floghavn fær aftur tær 27 milliónirnar, sum felagið hevur brúkt til at fáa beint burtur gamla dynamittið við flogvøllin. Tað arbeiðið er um at vera liðugt nú. Í mai boðaði Johan Dahl, landsstýrismaður, frá, at hann hevði biðið danska ferðslumálaráðharran um at fáa loyvi frá fólkatinginum um at taka pengarnar úr Íleggingargrunninum. Haðani eru pengarnir tiknir til útbyggingina á flogvøllinum. Stevna statinum Nú fýra mánaðir seinni eru eingir pengar komnir. Ein annar møguleiki, sum er nevndur, er at stevna byggifelagnum E. Phil amp Søn, sum útbygdi flogvøllin síðst í sjeytiárunum, eftir pengunum. Men tað ber neyvan til, tí fyrningarfreistin er langt síðani farin. Hin møguleikin er at stevna danska statinum fyri at lata føroyingar flogvøllin, uttan at heimastýrið visti nakað um fjalda spreingievnið. Flogvøllurin varð yvirtikin í 2008, so fyrningarfreistin er til næsta ár. Skuldsetti maðurin í málinum um Dánjal Petur Hansen er ákærdur fyri manndráp. Ákæruvaldið er liðugt við ákæruritið móti 32 ára gamla manninum, av kroatiskum uppruna, sum í skjótt eitt ár hevur verið skuldsettur og varðhaldsfongslaður fyri at hava dripið og burturbeint Dánjal Petur Hansen Pidda úr Runavík. Sambært ákæruritinum, verður maðurin ákærdur eftir grein 237 í revsilógini. Verður maðurin dømdur, kann hann vænta at fáa úr fimm upp í 20 ára fongsulsrevsing. 32 ára gamli maðurin er ákærdur fyri, frá klokkan hálvgum fýra fríggjamorgunin 4. november í fjør, til á middegin 15. november, at hava dripið Dánjal Peturi Hansen. Sambært ákæruritinum hevur maðurin beint fyri Dánjal Peturi Hansen við sløgum, stungum ella líknandi, við spískum og ella kubbutum lutum. Av tí at líkið av Dánjali Peturi Hansen ongantíð er funnið, er ilt at siga, hvussu hann er dripin, sambært ákæruritinum. Leggja nógv upp fyri Ákæruvaldið leggur tí nógv upp fyri í ákæruritinum. Í ritinum leggur ákæruvaldið upp fyri, at ákærdi maðurin eisini kann dømast, um so er, at nevningarnir ikki eru sannførdir um, at hann hevur verið einsamallur um at beina fyri Dánjali Peturi Hansen. Í ákæruritinum er eisini lagt upp fyri, at maðurin kann dømast, um nevningarnir ikki eru sannførdir um, at talan eru um beinleiðis manndráp. Tá kann ákærdi maðurin eisini dømast fyri, at hann einsamallur ella saman við øðrum, hevur fram harðskap móti Dánjali Peturi Hansen við tí úrsliti, at hann doyði. Eitt nevningarting skal taka støðu til ákærurnar móti 32 ára gamla manninum, sum er ákærdur fyri manndráp í málinum um tann horvna Dánjal Petur Hansen úr Runavík. Atlantsflog hevur nú færri flogskiparar í føstum starvi. Talið verður minkað úr 29 niður í 23, skrivar Sosialurin. Tríggir flogskiparar fóru úr starvi 1. september, tá tríggir afturat vórðu sagdir úr starvi. Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi, sigur, at minni virksemi er í flogfelagnum í løtuni. Haraftrat tekur Airbussurin fleiri ferðafólk og flýgur færri túrar, og tað hevur havt við sær, at seks flogskiparar eru sagdir upp seinastu tíðina. Minni at gera um veturin Í fjør komu fýra flogskiparar í Atlantsflog í sambandi við, at felagið sendi flogskiparar til Ný Sælands at royndarflúgva Airbus flogfør. Tveir avloysarar hava verið í summar, men teir vóru bert fyribils Magni Arge sigur, at tað er altíð minni flúgving um veturin, men skuldi tað hent, at meiri flúgving verður næsta summar, verða boð aftur eftir fleiri flogskiparum, sigur hann við Sosialin. Nógv, sum fara úr ALS, fara beina leið til Almannaverkið eftir sínari fyrstu inntøku. Tað vísir eitt yvirlit, sum Arbeiðsloysisskipanin hevur gjørt um tey, sum fara úr ALS. Yvirlitið umfatar 3.577 fólk og tíðarskeiðið 1.januar 2011, til fyrst í august í ár. Nøkur fólk ganga aftur, tí tey eru komin í og farin úr ALS oftari enn eina ferð hesa tíðina, og telja við hvørja ferð. 2.000 fólk fingu arbeiði Stívliga 2.000 fólk fóru úr ALS, tí tey fingu arbeiði. Men fyrsta inntøkan hjá 374 fólkum var forsorgarhjálp, og hjá okkurt um 230 øðrum kom onkur almannaveiting í staðin fyri arbeiðsloysisstuðulin. 366 fólk, meira enn tíggju prosent, fóru beina leið av landinum, tá tey fóru úr Arbeiðsloysisskipanini. Havalda reinsar botnin undir alibrúkum, men rákið á botni hevur ikki stórvegis árin. Tað var høvuðsboðskapurin í framløgu, sum Gunnvør á Norði, lívfrøðingur, helt á árligu ICES ráðstevnuni, sum er í Bergen í hesum døgum. Framløgan byggir á kanningar í Funningsfirði, sum eru gjørdar í sambandi við eina verkætlan á Fiskaaling, um alda og streymur kunnu flyta fóður og skarn frá botni. Reinsaði botn á 54 m dýpi Tað vakti ans ímillum granskarar, at havalda reinsaði botnin á 54 metra dýpi, men at hart rák niðri við botn ikki hevði stórvegis árin. Tað hevur ofta verið tikið fyri givið, at um streymferðin niðri við botn er størri enn 10 cm s 1, so verður alitilfarið flutt burtur. Men á Fiskaaling hava tey mált streymferðir upp til 25 cm s 1 niðri við botn, uttan at alitilfarið var flutt burtur við streyminum. Harafturímóti hevði havalda, hægri enn tveir metrar, stóra ávirkan á fóðrið og skarnið á botninum. Makrelurin er av álvara farin at nærkast fiskimarkinum á veg úr føroyskum sjógvi. Føroysku skipini, sum royna í ein landnyrðing úr Fugloynni, eru tætt við ES markið. Av tí at eingin avtala er um makrelin, sleppa føroysku skipini ikki at fiska makrel hjá ES ella Norra. Okkurt um hálvt hundrað túsund tons eru eftir av føroysku makrelkvotuni. Men tey seks nótaskipini eru um at vera liðug við sína kvotu, sum er 55.000 tons í ár. Skipini kunnu goyma tíggju prosent til næsta ár. Verða tey tonsini tald við, klára nótaskipini kvotuna, tey fingu í 2012. Fara á sildaveiðu Tá makrelurin er liðugur, fara nótaskipini at fiska sildina, sum tey hava eftir, sigur Jógvan Jespersen, stjóri í Felagnum Nótaskip. Nótaskipini eiga 27.000 tons av norðhavssild í ár. Nakað er longu fiskað saman við makrelinum, so millum 15.000 og 20.000 tons eru eftir. Fleiri skip liggja Í løtuni liggja fýra ísfiskatrolarar, sum Fiskiveiðueftirlitið hevur lagt, tí teir høvdu ov nógva sild sum hjáveiðu. Tveir trolarar eru lagdir í fýra vikur og hinir í tvær vikur. Bæði reiðaríini hava tó kært avgerðirnar hjá Fiskiveiðueftirlitinum til Føroya rætt. Føroya rættur hevur ikki viðgjørt málini enn. Frá 22. til 24.oktober hittast embætisfólk í strandarlondunum í London at gera eina roynd at semjast um, hvussu makrelurin skal býtast millum londini. Fyrstu sjey mánaðirnar í ár vaks fiskaútflutningurin 33.000 tons samanborið við somu tíð í fjør. Útflutt vórðu 193.000 tons fyri 2,7 milliardir krónur Vøksturin í nøgd er 21 prosent, og í virði er vøksturin fimm prosent. Uppsjóvarfiskurin hevur størsta vøksturin, bæði í tonsum og pengum, vísa tøl hjá Hagstovuni. Serliga stórur vøkstur hevur verið í útflutninginum av svartkjafti, úr 14.000 tonsum fyrstu sjey mánaðirnar í fjør upp í 37.000 tons somu tíð í ár. Makrelútflutningurin nógv minkaður Virðið á svartkjaftinum er hækkað úr 76 milliónir krónur upp í 159 milliónir krónur í ár. Hinvegin hevur útflutningurin av makreli bert verið helvtina av tí, hann var somu tíð í fjør. Virðið á sildaútflutninginum vaks 15 prosent, hóast nøgdin er minkað 11 prosent. Útflutningurin av alifiski setur met í ár. Fyrstu sjey mánaðirnar vórðu útflutt 31.500 tons. Vøksturin er 29 prosent. Fyri hesa nøgd fingu við 971 milliónir krónur Tað eru tvey prosent minni enn somu tíð fjør. Pólski seglbáturin, Rzeszowiak, sum kom í havsneyð norðan fyri Føroyar, fer nú heimaftur til Póllands. AElig tlanin er at fáa seglbátin við skipi hjá Skipafelagnum í dag, men ivasamt er, um pláss verður fyri honum. Hans David Hansen, átaksleiðari hjá Tórshavnar Sløkkiliði, sigur, at eydnast tað ikki at fáa seglbátin við í dag, verður tað í næstu viku. Rzeszowiak er tryggjaður í einum týskum tryggngarfelag. Øll vórðu bjargað, tá pólski seglbáturin kom í havsneyð norður av Føroya Banka, men ein av manningini doyði. Eitt nýtt býráð hevur nógv annað at taka sær av, enn at gera bygnaðarbroytingar í umsitingini. Tí er tað best, at sitandi býráð setur tær í verk. Tað sigur borgarstjórin í Klaksvík, Gunvá við Keldu. Klaksvíkar Býráð samtykti hóskvøldið stórar broytingar í bygnaðinum í kommununi. Eftir 1. januar verður kommunan skipað við einum kommunustjóra, trivnaðarstjóra, tekniskum stjóra og vinnu og mentanarstjóra. Fyrr vóru økini skipað øðrvísi, og leiðararnir vóru ikki stjórar, men deildarleiðarar. Borgarstjórin í Klaksvík heldur tað ikki vera løgið, at býráðið samtykkir ein nýggjan bygnað so stutt undan kommunuvaldinum. Dagar eru nú settir á nýggju fiskivinnulóggávuna, sum er á veg. Fyrst í desember verður aðalorðaskifti í løgtinginum um nýggju fiskivinnuskipanina, sum Fiskimálaráðið er í holt við at gera. AElig tlanin er síðani, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hálvan januar næsta ár fær eitt lógaruppskot, sum hann leggur fyri løgtingið. Men longu um tveir mánaðir, 16.november, verða høvuðstættirnir í nýggju skipanini avdúkaðir á einum fiskivinnutingi. Gamla skipanin frá 1994 Nýggja fiskivinnuskipanin skal koma í staðin fyri lógina um vinnuligan fiskiskap frá 1994. Allir flokkar í løgtinginum eru bodnir at vera við í arbeiðinum at gera nýggja fiskivinnuskipan. Arbeiðið, sum embætisfólk í Fiskimálaráðnum gera, byrjaði seint í vár. Politiska grundarlagið undir arbeiðinum eru ásetingarnar í samgonguskjalinum um neyðugar broytingar í fiskivinnuskipanini. Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið handaðu fyrrapartin hvør øðrum krøvini til sáttmálasamráðingarnar, sum eru byrjaðar. Partarnir hittust í hølunum hjá Starvsmannafelagnum, og teir hava avtalað fund aftur mánadagin. Sáttmálin millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið fer úr gildi 1. oktober. Tá fer sáttmálin millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið eisini úr gildi, men landið og kommunurnar samráðast hvør sær við Starvsmannafelagið hesaferð. Tað dregur út hjá fakfeløgunum at keypa helvtina av Lív, hóast feløgini í summar gjørdu eina treytaða avtalu við Vinnumálaráðið um at keypa helvtina fyri 35 milliónir krónur Sáttmálin er í løtuni til viðgerðar í einskiljingarbólkinum hjá landsstýrinum, og hann verður væntandi liðugur við sína viðgerð í næstu viku, sigur Pætur Niclasen, formaður í S amp K felagnum, sum er talsmaður hjá teimum 23 fakfeløgununum. Grannskoðari, sakførari og tryggingarfrøðingur skulu eisini kanna Lív. Fakfeløgini vilja hava meiriluta Tá avtalan við Vinnumálaráðið er góðkend, fær Ognarfelagið Lív, sum eigur hina helvtina av tryggingarfelagnum, eitt gávubræv upp á sína helvt. Eitt umboðsráð við 35 limum skal veljast, og fakfeløgini ætla at fáa meirilutan í umboðsráðnum, ella í minsta lagi 18 fólk. Pætur Niclasen sigur, at í løtuni er líkt til, at endaliga avtalan um at keypa helvtina av Lív verður ikki greið fyrr enn í fyrsta lagi 1. desember. Tað er Kimberley Coole, sum hevur tikið myndina av Gásadali. Og umboðsfelag hennara hevur syrgt fyri, at myndin varð víst. Hoyr samrøðu við Høgna Rasmussen, stjóra á lýsingafyritøkuni Sansum og Súsonnu Sørensen frá Ferðaráðnum, um hvønn týdning hetta kann hava. Meðan føroyingar drála við at byggja nýtt havrannsóknarskip, fara norðmenn at seta umleið eina hálva milliard krónur av til nýtt havrannsóknarskip, sum eftir ætlan skal verða liðugt í 2016. Skipið skal avloysa Fridtjof Nansen, sum hevur umleið 20 ár á baki, skrivar Intrafish. Við í útlendskum verkætlanum Umframt at gera havrannsóknir í norskum sjógvi, skal nýggi Fridtjof Nansen eisini vera við í afrikanskum verkætlanum, sum millum annað skulu forða fyri ovurveiðu. Verkætlanin, sum gongur undir heitinum EAF Nansen ætlanin, varð stovnað í 1971, millum annað av ST matvørustovninum, FAO. Hon hevur umfatað 60 lond í Afrika, Asia og Suðuramerika. Verkætlanin fór úr gildi í fjør, men avgjørt varð at leingja hana til 2014, meðan bíðað verður eftir avgerðini at byggja nýtt havrannsóknarskip. 440 milliónir krónur Norski menningarmálaráðharrin, Heikki Holm aring s, kunngjørdi fyrrapartin, at farið verður at byggja nýtt havrannsóknarskip fyri 440 milliónir krónur Peningur verður játtaður á fíggjarlógini næstu fýra árini. Í morgin fer Hanus Samró, løgtingsmaður, til USA at vera við á 67. ST ársfundinum í New York. Hanus Samró fer til USA saman við átta fólkatingslimum. Nógvir fundir eru á skránni hjá teimum, bæði í New York og Washington. Fyrsti fundurin, sum Hanus Samró verður við á í USA, verður longu hósdagin. Nú trý ár skjótt eru liðin, síðani heimastýrið yvirtók upphavsrættin, leggja tey í Mentamálaráðnum síðstu hond á føroysku lógina um upphavsrætt. Lógaruppskotið hevur verið til hoyringar, og freistin at svara var 10. september, sigur Mentamálaráðið. Samstundis sum lógin um yvirtikna málsøkið verður gjørd, verða kunngerðir um upphavsrætt eisini gjørdar. Upphavsrætt eiga tey, sum til dømis skriva eina bók ella mála eina mynd. Higartil hevur donsk lóggáva um upphavsrætt verið galdandi í Føroyum. Málsøkið varð yvirtikið 1.januar í 2010. Innflutningurin í ár er nógv vaksin í ár samanborið við í fjør. Fyrstu sjey mánaðirnar í ár hava vit innflutt fyri 1,2 milliardir krónur meira. Tað skrivar Hagstovan á heimasíðuni. Nógv tann størsti vøksturin stavar frá flogførum og skipum. Tá hesi ikki eru íroknað, vaks innflutningurin við 300 milliónum krónum, er góð 12 prosent. Vinnan innflytur meira av tilfari og maskinamboðum talan er um ein góðan fjórðing meira av tilfari, sum fer til annan ídnað. Ein stórur partur av hesum er lýsi, sum verður nýtt í fóðurframleiðslu. Innflutningurin av brennievni vaks eisini við góðum seks prosentum. Í byggivinnuni er framvegis ongin vøkstur, og sama er við innflutningi til beinleiðis húsarhaldsnýtslu. Landsverk er í ferð við at seta upp vatntangar uttan fyri báðar tunnilsmunnarnar í Norðskálatunlinum, ið skulu tryggja, at nóg mikið av vatni er tøkt, um eldsbruni tekur seg upp inni í tunnlinum. Hetta hevur beinleiðis samband við gamla sløkkiliðsbilin á Oyrarbakka, ið tekur ov lítið til at klára at sløkkja ein eldsbruna inni í tunnlinum. Tekur bara 1200 tons Tilbúgvingarætlanin fyri tunnilin sigur, at bilurin skal taka í minsta lagi 3000 tons av vatni, tí einki vatn er lagt í tunnlin. Gamli brandbilurin við Streymin tekur einans 1200 tons. Heini Eysturoy, leiðari á deildini fyri undirstøðukervi hjá Landsverki, sigur, at teir nú gera eina loysn fyri at útvega nóg nógv vatn í sambandi við eldsbruna. Landsverk setur upp tveir vatntangar, 10 rúmmetrar hvør, sum sløkkiliðini báðu megin tunnilin kunnu brúka, tá eldur verður sløktur. Tangarnir taka vatn úr áunum har um leiðir. Vatnið í tangunum skal eisini brúkast til reingerðararbeiði inni í tunlinum, sigur Heini Eysturoy. Heilsumálaráðið sleppur at eiga 10.300 fermetrar, sum vórðu ognartiknir í 1964. Lendið er við Landssjúkrahúsið. Tað hevur Eystari landsrættur staðfest. Sjey fólk vildu hava Heilsumálaráðið at selja teimum ognartikna lendið aftur fyri sama prís, sum landið læt fyri lendið í 1964, 16 krónur fyri fermeturin. Lendið er ikki brúkt til ta bygging, sum var endamálið við ognartøkuni. Landsrætturin sigur, at sakarkravið er fyrnað. Ognartøkan varð framd sambært lóg frá 1960 um ognartøku til statshospital í Havn. AElig tlanin var at brúka ognartikna lendið til at byggja læknabústaðir á. Tey sjey fólkini, sum stevndu Heilsumálaráðnum, fingu heldur ikki viðhald í Føroya rætti. 200.000 krónur í sakarkostnaði Sambært dóminum hjá Landsrættinum, sum varð sagdur fríggjadagin, skulu fólkini, sum stevndu, rinda Heilsumálaráðnum 200.000 krónur í sakarkostnaði. Málið hevur áður verið heilt uppi í Hægstarætti og vent. Tað var i 1969. Tá varð stevnt viðvíkjandi støddini á endurgjaldindum, sum landið læt fyri ognartikna lendið. Spurningurin, um ognartøkan var lóglig, varð ikki viðgjørdur tá. Nú verður søkt eftir sóknarpresti til Norðoya Eystara prestagjald. Í prestagjaldinum eru fimm kirkjusóknir, Hattarvík, Kirkja, Svínoy, Hvannasund og Viðareiði. Umleið 840 fólk búgva í prestagjaldinum. Umsøkjarin má rokna við broytingum samsvarandi tænastumannalógini og lógini um fólkakirkju í Føroyum, skrivar heimasíðan hjá fólkakirkjuni. Biskupur fer saman við sóknarprestunum í norðoyggjum at gera leiðreglur og arbeiðsskrá, so prestarnir í norðoyggjum arbeiða saman í einum toymi. Sett 1. februar Embætið verður eftir ætlan sett tann 1. februar næsta ár. Umsøkjartar til starvið skulu hava lokið prógv í gudfrøði og lúka krøvini, sum lóggávan annars settir til prestar í fólkakirkjuni í Føroyum. Tænastubústaður er til starvið. Prestagarðurin er í Ónagerði á Viðreiði. 24 umfør eru nú spæld av landskappingini í fótbólti hjá monnum, og nýggja oddaliðið eitur nú ÍF. Fuglfirðingar gjørdu sína skyldu í Fuglafirði, tá teir vunnu 3 1 á NSÍ. Toppskjúttin í Effodeildini, Clayton Soares heldur áfram við síni málskjóting, og hann skoraði øll trý málini móti runavíkingum. Málið hjá NSÍ skoraði Pól Jóhannus Justinussen. Við Margáir megnaði EB Streymur bert at fáa javnleik í einum tøttum og undirhaldandi dysti í móti KÍ. Arnbjørn Hansen legði heimaliðið á odda í fyrsta minuttinum, meðan Andy Olsen stóð fyri útjavnandi málinum hjá KÍ í seinna hálvleiki. At úrslitini hjá ÍF og EB Streymi lagaðu seg soleiðis ger, at ÍF fer fram um EB Streym í kappingini um at gerast føroyameistarar 2012. Liðini hava bæði 49 stig, men málúrtøkan hjá ÍF er betri. Í Gundadali vann HB greitt 4 0 móti B68, sum tískil verður liggjandi undir niðurflytingarstrikuni. Málini hjá HB skutu Kristin og Christian R. Mouritsen. Øll málini komu í seinna hálvleiki. Í Trongisvági spældu TB og Víkingur javnleik 2 2. Gilli Sørensen legði heimaliðið á odda, stutt eftir dystarbyrjan, meðan Kaj Leo í Bartalsstovu fyrst javnaði fyri gestirnar, og síðani legði Hjartvard Hansen gestirnar á odda 1 2, áðrenn tað stutt fyri hálvleik eydnaðist Gilla Sørensen enn einaferð at skjóta bóltin í málið til endaliga úrslitið 2 2. Fimti og seinasti dysturin í Effodeildini hesuferð varð spældur í Gundadali leygardagin, har B36 vann 3 1 á FC Suðuroy. Málini hjá B36 skutu Jákup á Borg, Karl Martin E. Danielsen og Lukasz Cieslewicz, meðan John T. Poulsen átti málið hjá suðuroyingum. 25. umfar verður spælt um eina viku, og tá hittast liðini soleiðis FC Suðuroy HB NSÍ TB KÍ B36 Vága kommuna fær nú nýggja endurnýtslustøð. Týsdagin 18. september letur støðin upp á Innaru bryggju í Miðvági. Støðin fer at taka ímóti øllum vanligum húsarhaldsburturkasti frá borgarum í kommununi, og samstundis lata gomlu bingjuplássini aftur. Í sambandi við, at móttøkan av ruski og tí, sum kann endurnýtast, verður umskipað, hevur kommunan gjørt ein faldara, har greitt verður frá, hvussu farast skal fram, tá rusk verður latið støðini. Endurnýtslustøðin verður opin hvønn seinnapart frá mánadegi til leygardag. Umsjónarmaður á nýggju støðini verður Dagfinn Petersen. Hetta verður á skránni í Bolero sunnundagin. Slots og Ejendomsstyrelsen, sum átti politistøðina, avgjørdi at selja ognina, tí blámusoppur varð staðfestur. Har var so nógvur blámusoppur, at politiið noyddist at flyta út. Páll Breckmann sigur við Portalin, at støða enn ikki er tikin til, hvat teir skulu brúka ognina til. Um tað ber til at seta bygningin í stand, verður hann helst nýttur til skrivstovur. Ein annar møguleiki er handil, men fyrst skulu kanningar gerast. Økið er umleið 3.000 fermetrar til víddar, og har eru eisini góð parkeringarviðurskifti. B68 hevur gjørt skjótt av. í gjárkvøldið fingu Pauli Poulsen og Jóhan Nielsen sekkin. Men longu nú fyrrapartin kunngerð felagið á heimasíðuni, b68.fo, at nýggjur venjari er settur. Bill McLeod Jacobsen er ikki ókendur á Toftum. Hann var høvuðsvenjari hjá B68 frá 2008 2011. Nú fýra dystir eru eftir í Effo deildini, er B68 næstniðast, og liggur sostatt til niðurflyting. Tað er ikki nógv upp til TB á áttanda plássi, eitt mál skilir liðini. Um støðan nøkunlunda heldur sær, kann talan gerast um ein sannan botngysara í síðsta umfari, tí tá møtast TB og B68 við Stórá. Per Stig Møller, fyrrverandi danska uttanríkisráðharranum, dámar einki, at grønlendingar brúka vitjanina hjá suðurkoreanska forsetanum at fáa sær størri uttanríkispolitiskar heimildir. Hann sigur við Berlingske, at henda gongdin er ivasom. Eftir vitjanina hjá suðurkoreanska forsetanum, Lee Myung bak, segði Kuupik Kleist, landsstýrisformaður, at vitjanin er eitt prógv fyri, at Grønland hevur styrkt sína uttanríkispolitisku støðu. Og hóast Fríðríkur krúnprinsur og Ida Auken, umhvørvisráðharri, umboðaðu Danmark í sambandi við vitjanina, er Per Stig Møller stúrin. Hoyrir undir grundlógina Grønlendingar hava loyvi at gera allar ráevnisavtalur, teimum lystir. Tað er meiri ivasamt, at teir nýta vitjanina til at gera vart við seg á uttanríkispolitiska økinum. Hetta økið hoyrir sambært grundlógini undir drotningina, og Grønland kann ikki reka sjálvstøðugan uttanríkispolitikk, sigur Per Stig Møller við Berlingske. Hann stúrir fyri, at forsetavitjanin og avtalurnar, sum vórðu gjørdar, eru byrjanin til eina glíðibreyt, tá tað ræður um at býta uttanríkispolitisku ábyrgdina millum Danmark og Grønland. Kuupik dugnaligur Kuupik Kleist er ein dugnaligur maður, og hann veit, hvat hann ger. Hvør verður næsti leikur Helst verða fleiri slíkar avtalur gjørdar, og tá verður danska stjórnin kanska ikki umboðað. Og tá er farið út um mark, hvat grundlógin loyvir, sigur Per Stig Møller. Danski Vinstriflokkurin hevði fingið 63 sessir í fólkatinginum, var val nú. So stóra undirtøku hevur flokkurin ongantíð fingið fyrr, vísir nýggj veljarakanning. Vinstrivongurin í fólkatinginum hevði fingið 99 sessir, og reyða stjórnarsamgongan hevði fingið 76 sessir. Danski Fólkaflokkurin hevði fingið 23 umboð, og tí kundu Vinstri og Danski Fólkaflokkurin einsamallir skipað stjórn, uttan hjálp frá teimum sjey umboðunum, sum Konservativi flokkurin hevði fingið, og teimum seks fólkatingsumboðunum hjá Liberalu samgonguni. Javnaðarflokkurin missir 11 sessir Javnaðarflokkurin hevði fingið 31 sessir, og tað eru 11 færri enn á fólkatingsvalinum fyri einum ári síðani, SF hevði fingið 10 sessir, seks færri enn á valinum. Radikali Flokkurin stendur í stað, og hevði varðveitt sínar 17 tingsessir, var val nú. Talan er ikki bert um eina vánaliga kanning fyri Helle Thorning Schmidt, men fyri alla stjórnina, sigur viðmerkjarin, Hans Engell. Tað gongst framvegis striltið at fiska makrelin, ið Føroyar hava ásett sær. Sambært nýggjasta yvirlitinum hjá Fiskiveiðieftirlitinum, ið Vágaportalurin endurgevur, hava føroysk skip fiskað tilsamans 73.500 tons av heildarkvotuni. Tá makrelkvotan til Russlands og Ísland eru farnar burturav, er føroyska eginkvotan góð 134.000 tons, og tí eru framvegis 60.000 tons av makreli eftir at fiska. Finnur Fríði fiskað mest Sambært yvirlitinum hjá Fiskiveiðieftirlitinum hevur Finnur Fríði fiskað nógv tann størsta partin av makrelinum. Finnur Fríði hevur fiskað 17.400 tons, Norðborg hevur umleið 12.000 tons, og Tróndur í Gøtu hevur fiskað 10.500 tons av makreli. Í makrelfiskiskapinum í summar hava skipið higartil fingið 11.500 tons av norðhavssild sum hjáveiðu. Makrelskipini royna í løtuni í ein landnyrðing úr Fugloynni. Havnin og Kvívík vera ikki ein kommuna í hesum umfarinum. Í gjárkvøldið viðgjørdi býráðið í Havn eina umsókn um samanlegging, sum Kvívíkar kommuna sendi fyri meira enn einum ári síðani. Men svarið úr Havn er greitt, tað verður eingin samanlegging sum er. Eingin býráðslimur tók undir við samanlegging, og fimm av býráðslimunum atkvøddu ímóti. Kvívíkingar vildu uppí Tað var annars eftir at Kvívíkar kommuna hevði hildið eina vegleiðandi fólkaatkvøðu, har greiður meiriluti var millum borgarnar at leggja saman við Havnini, at umsóknin varð send til Havnar. Men brævið úr Kvívík varð ongantíð viðgjørt, tí Innlendismálaráðið kom vil ætlan um at halda eina vegleiðandi fólkaatkvøðu fyri alt landið. Á vegleiðandi fólkaatkvøðuni í mai mánaði atkvøddu 56 prosent av veljarunum í Kvívík fyri samanlegging, og 43 prosent atkvøddu ímóti. Havnin segði nei Hinvegin var ein greiður meiriluti ímóti samanlegging millum borgarnar í Tórshavnar kommunu. Bert 23 prosent vóru fyri, og 65 prosent vóru ímóti. 12 prosent av atkvøðunum vóru blankar ella ógildugar. Nevndin hjá B68 boðar frá á heimasíðuni hjá felagnum, at samstarvið við venjaran Paula Poulsen og hjálparvenjaran Jóhan Nielsen er endað. Orsøkin, til at samstarvið við venjaran og hjálparvenjaran steðgar, er vánaliga úrtøkan hjá B68 í bestu fótbóltsdeildini hjá monnum. Tað sigur formaðurin í B68, Jógvan Højgaard, við Kringvarpið. Í løtuni liggur B68 til at flyta niður í fyrstu deild, um fótbóltsliðið á Toftum ikki fær fleiri stig til høldar, nú bert fýra umfør eru eftir til kappingin endar. Enn er ikki greitt, hvussu B68 ger við venjarnar hjá besta mansliðnum í fótbólti hjá felagnum. Jógvan Højgaard sigur, at felagið vónandi fær loyst spurningin um vejnara seinni í dag, helst áðrenn middag. Færri og færri fólk í Føroyum velja at gifta seg, tí ikki síðani 1997 eru so fá hjún blivin vígd sum í fjør. Í 1997 vórðu tilsamans 204 kirkjuligar og borgarligar vígslur skrásettar í Føroyum, meðan talið í fjør var 206. Hóast vígslurnar í Føroyum gerast alsamt færri sambært hagstovuni, so vóru kortini serliga tvey ár, har nógv fólk í Føroyum valdu at gifta seg seinastu 15 árini. Flestu vígslurnar vóru í 1999, tá tilsamans 299 vígslur vóru og í 2006, tá 292 hjún vórðu vígd í Føroyum. Hetta 15 ára tíðarskeiðið hava 61 prosent av vígslunum verið kirkjuligar, meðan 39 prosent av vígslunum vóru borgarligar. Kendi mentamaðurin, Emil Juul Thomsen í Nólsoy, er deyður, 96 ára gamal. Emil Juul Thomsen var handilsmaður, men var best kendur fyri sítt útgávuvirksemi á forlagnum Bókagarði, ið hevur givið hópin av føroyskari list og skaldskapi út. Tá Emil Juul Thomsen fylti 90, stóð at lesa í grein í Sosialinum, at Við Bókagarði eydnaðist Emili ikki bert at endurprenta dastið av mætastu bókaverkum okkara, men harumframt hevur hann sum eingin annar givið út eina mongd av navnframum týðingum og nýggjum bókmentum á móðurmálinum tilsamans sløk 300 bókaheiti. USA hevur sent 50 servandar hermenn til at verja amerikansku konsulátið í Benghazi í Libya, og samstundis eru tvey herskip á veg til libysku strondina. Tað hendir eftir álopið á konsulátið í Banghazi fyrr í vikuni, tá amerikanski sendiharrin í Libya og trý starvsfólk lótu lív. Amerikansku myndugleikarnir vísa á, at álopið var væl fyriskipað og vardi leingi. Eingi prógv eru fyri, hvør skipaði fyri álopinum, men myndugleikarnir halda, at talan var um hernaðarligar islamistar. Ein talsmaður fyri amerikanska verjumálaráðið sigur, at hetta var einki tilvildarligt álop. Lopið varð á amerikanska konsulátið týsdagin eftir mótmæli í fleiri londum móti einum amerikanskum filmi, har gjøldur verður gjørdur burtur úr Muhhamed profeti. Peter Viggo Jakobsen, lektari á danska verjuakademinum, sigur við danska kringvarpið, at Barack Obama, forseti, fer ikki at drála við at nýta ómannað flogfør at leypa á teir, sum søktu at amerikanska konsulátinum í Benghazi. Fleiri hundrað mótmælisfólk lupu fyrrapartin á amerikansku sendistovuna í Sanaa, høvuðsstaðnum í Jemen. Tey mótmæltu einum filmi, sum ein amerikanari hevur gjørt, har funnist verður hvassliga at islam. Herverk varð gjørt á diplomatbilar, eldur varð settur á dekkini, og hjá summum mótmælisfólkum eydnaðist tað at troka seg inn gjøgnum væl varda portið til sendistovuna. Ongum eydnaðist tó at sleppa inn á sendistovuna, og mótmælisfólkini vórðu rikin útaftur. Løgreglan skeyt við skørpum og nýtti eisini vatnkanónirnar, til tess at reka mótmælisfólkini burtur. Eisini í Egyptalandi Eisini í egyptiska høvuðsstaðnum Kairo hevur verið ófriðarligt í sambandi við filmin um Muhammed profet. Í minsta lagi 13 fólk eru løstað í samanbrestum við løgregluna, sum hevur nýtt táragass og lurkar at spjaða mannamúgvuna. Í amerikanska filminum verður Muhammed profetur millum annað lýstur at vera latur og ein konufólkarevur. Sev ger sum tað vil í undirgrundini. Vit hava fingið eina kunning um ætlanina, og hana hava vit tikið til eftirtektar. Soleiðis sigur Artur Johansen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu, um ætlanina hjá SEV um at halda fram við boringini suður til Sandá, hóast felagsskapurin hevur fingið greið boð frá Sjóvar kommunu um, at hon ikki gevur loyvi til at taka vatnið í Sandá til streymframleiðslu. Bora ikki upp í ánna Avgerðin varð tikin í kommunustýrinum fyri einum ári síðani, eftir at allir borgararnir á Selatrað heittu á kommunustýrið um at nokta SEV at taka vatnið úr áunum, ið renna gjøgnum Selatraðar bygd. Nevndin í SEV hevur nú tikið avgerð um at bora suður til Sandá kortini, men ikki at bora upp í ánna. Á henda hátt fáa komandi ættarlið møguleika fyri at velja ein bíligan hátt at taka avgerð um at fáa eina millión kilowatt av grønari orku um árið, um áhugin er til tess. Soleiðis ljóðar grundgevingin hjá SEV nevndini at brúka fýra milliónir krónur eyka til at bora hesar 600 metrarnar afturat. Kunnaðu frammanundan Borgarstjórin fyri Sjóvar kommunu sigur, at SEV kunnaði kommunustýrið, áðrenn ætlanin varð almannakunngjørd týsdagin. Vit tóku kunningina til eftirtektar, tí SEV hevur rættin til at gera hetta. Okkara heimild er bert at geva loyvi til at taka vatnið úr ánni, og tað eru ongar ætlanir um tað í hesum umfari, staðfestir Artur Johansen. Kommunustýrið avgjørdi at kunna sínar borgarar um hetta á heimasíðuni hjá kommununi. Ongin borgari í kommununi hevur mótmælt hesum, sigur borgarstjórin. Býráðið í Havn fer á fundi í kvøld at taka støðu til eina umsókn um samanlegging, sum Kvívíkar kommuna sendi fyri meira enn einum ári síðani. Eftir at Kvívíkar kommuna hevði hildið eina vegleiðandi fólkaatkvøðu, har greiður meiriluti var millum borgarnar at leggja saman við Havnini, varð umsókn send til Havnar. Men brævið úr Kvívík varð ongantíð viðgjørt. Orsøkin var, at Innlendismálaráðið kom við ætlan um at halda eina vegleiðandi fólkaatkvøðu fyri alt landið. Tann fólkaatkvøðan hevur verið, og nú skal umbønin viðgerast í býráðnum, so at Kvívíkar kommuna kann fáa eitt svar. 56 prosent fyri at leggja saman Á vegleiðandi fólkaatkvøðuni í mai mánaði atkvøddu 56 prosent av veljarunum í Kvívík fyri samanlegging og 43 prosent atkvøddu ímóti. Hinvegin var ein greiður meiriluti ímóti samanlegging millum borgarnar í Tórshavnar kommunu. Bara 23 prosent vóru fyri, meðan 65 prosent vóru ímóti meðan 12 prosent av atkvøðunum vóru blankar ella ógildugar. Neyvan samanlegging Heðin Mortensen borgarstjóri í Havn sigur við útvarpið, at býráðið skal hava høvið til at viðgera umsóknina, men at tað neyvan verður talan um eina samanlegging í fyrsta umfari. Men Tórshavn og Kvívík eru grannakommunur, og møguleikarnir fyri samstarvi eru nógvir, heldur borgarstjórin. Tað eigur at bera til at samstarva á fleiri økjum, hóast kommunurnar ikki verða lagdar saman, sigur Heðin Mortensen, og nevnir eitt nú sløkkilið, eldraøkið, skúlaøkið og tænastur av ymsum slag. Føroyskur limaskapur í WTO, fríhandilsavtala við Russland og viðurskiftini millum Føroyar og Danmark vórðu millum evnini, sum Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, og Villy Søvndal, uttanríkisráðharri, umrøddu á fundinum, teir høvdu í gomlu sýslumanshúsunum í Vestmanna fyrrapartin. Villy Søvndal er á vitjan í Føroyum og kunnar føroyskar myndugleikar um uttanríkispolitisk viðurskifti. Vitjar virki og skúla Eftir fundin vitjaði uttanríkisráðharrin á Vestmanna Seafood, har Eyðun Olsen, rakstrarleiðari, greiddi frá. Í løtuni er Villy Søvndal á Fiskivinnuskúlanum, har Jákup Andreasen, greiðir frá. Um middagsleitið verður farið á Fjørukrónna at eta ein bita, har løgmaður er vertur. Seinnapartin verður farið til Havnar, og klokkan 14 hevur uttanríkisráðharrin fund við løgtingsins uttanlandsnevnd, og síðani verður tíðinafundur í Tinganesi. Í kvøld verður døgurði á Hotel Hafnia, har ríkisumboðsmaðurin er vertur. Útvarpið sendir beinleiðis frá tíðindafundinum við Villy Søvndal, sum byrjar klokkan 16.15. Liberali flokkurin í Niðurlondum vann tjóðartingsvalið í gjár, samstundis sum teir mest ivasamu flokkarnir ímóti ES og innflytarum fingu ein frammaná. Liberali flokkurin, sum eisini hevur stjórnarvaldið nú, fekk 41 av teimum 150 sessunum í tjóðartinginum. Næststørsti flokkur gjørdist Javnaðarflokkurin við 39 sessum. Fer undir stjórnartingingar í dag Mark Rutte, forsætisráðharri og formaður í Liberala flokkinum, segði eftir valsigurin, at hann longu í dag fer undir at skipa stjórn. Hann vildi kortini einki siga um, hvønn flokk hann fyrst fer at tosa við, men eygleiðarar vænta, at hann fer at tosa við Javnaðarflokkin, tí niðurlendska stjórnin noyðist at fremja stórar sparingar fyri at ganga krøvunum frá ES á møti. Misti aðru hvørja atkvøðu Frælsisflokkurin hjá Geert Wilders, sum er ímóti innflytarum, misti nærum aðru hvørja atkvøðu, og talan var um ein frammaná, eftir at flokkurin í valstr acute ðnum hvassliga hevur funnist at ES og tí sum fer fram í Bruxelles. Eisini aðrir flokkar, sum eru ímóti ES, høvdu afturgongd. Enn er ógreitt, um munurin í lønarhækkingini verður stóra ósemjan í sáttmálasamráðingunum millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Stjórin á Lønardeildini, Snorri Fjallsbak, vil ikki siga, um tað framvegis er eitt krav hjá Lønardeildini, at hægru lønirnar fáa minni lønarhækking enn lægru lønirnar. Vit hava avtalað onki at siga við fjølmiðlarnar undir samráðingunum, sigur Snorri Fjallsbak. Starvsmannafelagið krevur lønarhækking, men fer ikki at góðtaka ein sáttmála við differentiering í lønarhækkingini, sigur Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum. Longdu sáttmálan Við seinastu sáttmálasamráðingar avgjørdi Starvsmannafelagið at leingja verandi sáttmála eitt ár uttan lønarhækking. Orsøkin var, at felagið vildi ikki góðtaka kravið hjá Fíggjarmálaráðnum um, at tey hægst løntu í felagnum skuldu hava minni lønarhækking enn tey lægst løntu. Og hetta er framvegis støðan hjá Starvsmannafelagnum. Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið hittast aftur í morgin at umrøða krøvini hjá hvør øðrum og at leggja samráðingarnar til rættis. Í juni vóru 23.780 løntakarar, og tað vóru 41 fleiri enn í mai mánaði. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Hagstovuni. Síðani november hevur verið ein lítil framgongd hvønn mánað, og nú eru 385 løntakarar fleiri. Í 2008 vóru flest løntakarar, men síðani var afturgongd, sum vardi í trý ár, til 2011. Á várið 2008 vóru fleiri enn 26.000 løntakarar. Á vári í 2011 vóru teir 2.500 færri. Síðani november í fjør hevur tó aftur verið ein lítil javnur vøkstur, og nú eru umleið 23.800 løntakarar. Hetta eru 300 fleiri enn somu tíð í fjør. Men nógv er at vinna innaftur, tí enn eru hetta 380 færri enn um somu tíð fyri tveimum árum síðani og 1.200 færri enn fyri trimum árum síðani, sigur Hagstovan. Enn er ov tíðliga at siga, hvussu tær 150 milliónir krónurnar skulu finnast, so Skúladepilin í Marknagili ikki kostar meiri, enn løgtingið hevur játtað til byggingina. Upplýsingar, sum landsstýrismaðurin hevur fingið frá Landsverki at brúka í einum svari til løgtingið, benda tó á, at Skúladepilin ið hvussu so verður hálvthundrað milliónir dýrari enn verandi jattan er. Men tað er ov tíðliga at siga nakað endaligt enn, sigur Bjørn Kalsø. Landsverk leitar eftir sparingum Landsverk arbeiðir í løtuni við at finna neyðugar sparingar, sum kunnu fremjast, uttan at hetta í ov stóran mun fer at raka góðsku, snið og virksemi. Enn er ov tíðliga at siga, hvussu nógv kann sparast. Tó verður mett, at til ber at spara umleið 100 milliónir krónur Soleiðis stendur orðarætt í svarinum frá Landsverki, sum landsstýrismaðurin endurgevur í sínum svari til Kristinu Háfoss, løgtingskvinnu. Fær tilmæli í hesari vikuni Bjørn Kalsø fær tilmæli frá Landsverki í hesari vikuni, sigur Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki. Hann vil ikki siga, hvørji tølini eru. Stórir og kappingarførir undirveitarar vóru ikki við í útbjóðingini upp á Skúladepilin í Marknagili, stendur eisini í svarinum til Kristinu Háfoss. Hetta eru útlendskar fyritøkur, sum ikki buðu seg fram, tá undangóðkenningin var. Tað gjørdu treytirnar, sum vóru settar, fyri at hjálpa føroyskum fyritøkum. Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum. Skattainntøkan hjá landskassanum fyrstu sjey mánaðirnar í ár lækkaði 154 millónir krónur samanborið við somu tíð í fjør. Men inntøkurnar frá meirvirðisgjaldinum vórðu 45 milliónir krónur størri enn í fjør. Tað upplýsir Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, í svari til Aksel V. Johannesen, løgtingsmann úr Javnaðarflokkinum, sum hevur hevur spurt landsstýrismannin um málið, nú flatskattaskipanin hevur virkað í eitt gott hálvt ár. 116 milliónir krónur í eftirlønarskatti 1. januar varð farið at skatta pensjónir við inngjald, og fyrstu sjey mánaðirnar í ár fekk landskassin tilsamans 116 milliónir krónur í eftirlønarskatti. Skrásetingargjaldið hevur verið 11 milliónir krónur størri í ár, tollavgjøldini vóru fýra milliónir størri, men punktgjøldini góvur fýra milliónir minni. Tilsamans komu 18 milliónir krónur fleiri í landskassan fyrstu sjey mánaðirnar í ár, enn somu tíð í fjør ein milliard og 725 milliónir krónur í skatti og vanligum avgjøldum. Á fíggjarlógini í ár verður mett, at landskassin fær tilsamans 1,2 milliardir krónur í skatti og 1,3 milliardir krónur í meirvirðisgjaldi. Eftirlønarskatturin í ár verður mettur at geva 220 milliónir krónur Býráðið í Klaksvík væntar, at 148,5 milliónir krónur koma í kommunukassan næsta ár. Hetta eru góðar tvær milliónir minni enn í fíggjarætlanini fyri verandi fíggjarár. Raksturin er settur at vera 10 milliónir biligari enn í ár, 102 milliónir sambært uppskoti um fíggjarkarm fyri 2013. Roknað er við 7,5 milliónum í rentum og fimm milliónum í avdráttum næsta ár. Sambært fyrsta uppskotinum um fíggjarætlan fyri Klaksvíkar kommunu næsta ár, skulu íløgur gerast fyri 33,4 milliónir. Tað er tað sama sum ár. Býráðið í Klaksvík viðgjørdi fíggjarætlanina á býráðsfundi í gjár. Politiið leitaði í gjár eftir líkinum av Dánjali Peturi Hansen, Pidda, á Borðoyarvík í Klaksvík, skrivar Norðlýsið á netinum. Bergleif Brimvík, kanningarleiðari hjá politiinum, váttar fyri Kringvarpinum, at politiið í gjár gjørdi kanningar við eitt neyst í Klaksvík. Vit avgjørdu at leita á Borðoyarvík, tí onkur segði seg hava sæð fyri sær, at eitt ávíst økið á Borðoyarvík kundi hava samband við málið og tí økið er tætt við Norðoyartunnilin, sigur Bergleif Brimvík. Funnu einki Politiið fann einki, sum kann hava áhuga fyri kanningararbeiðið um tann horvna Dánjal Petur Hansen úr Runavík, ið hevur verið horvin síðani 4. november í fjør. Ein 32 ára gamal maður, sum varð handtikin fyri at hava beint fyri Dánjali Peturi Hansen, hevur sitið varðhaldsfongslaður í 302 dagar í málinum. Rættarmálið móti handtikna manninum byrjar í Føroya Rætti mánadagin 5. november, og tríggjar vikur eru settar av til málið. Úrslitini av toskaalingini í Føroyum eru tey bestu, sum nakrantíð eru almannakunngjørd, og kunnu birta vónir um, at toskaaling kann gerast lønandi vinna í framtíðini. Ta niðurstøðuna koma tríggir ummælarar hjá altjóða tíðarritinum Aquaculture til, eftir at hava ummælt vísindagrein hjá rithøvundunum, Arne G. Kolbeinshavn, Poul Vestergaard og Øystein Paturssyni frá Fiskaaling, og Hannesi Gislasyni á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum. Greinin prógvar, at aldur toskur veksur munandi skjótari í føroyskum sjógvi, og greinin viðger eisini, hví tað eydnast betur at útseta vakstrardarvandi kynsbúning við ljósviðgerð í Føroyum enn aðrastaðni. Varðhaldið verður verandi í Mjørkadali ið hvussu eitt ár afturat. Kriminalforsorgin hevur longt avtaluna um arresthúsið við Færøernes Kommando í eitt ár. Bent Jákup Hansen, leiðari í varðhaldinum, sigur, at húsið er meira enn 3.000 fermetrar til víddar, men sum er brúka tey ikki meira enn eina góða helvt. Hóast tað vildu tey gjørt eina avtalu, sum røkkur longur enn eitt ár, tí enn er eingin endalig loysn funnin fyri varðhaldið. Men Bent Jákup Hansen sigur, at Færøernes Kommando vildi ikki leingja avtaluna longur enn eitt ár. SEV ger alt forarbeiðið. Men SEV letur komandi ættarliði avgerðina um at fáa streym úr Sandá í Eysturoynni. SEV hevur avgjørt at bora suður til Sandá, sum rennur oman til Selatraðar, nú borað verður kortini har á leiðini. Men borað verður ikki upp í ánna fyri at fáa vatnið í tunnilin. Inntakið verður gjørt, men bara upp til tveir metrar undir helluni í áarbotninum. Vit geva komandi ættarliði møguleikan at taka eina skjóta og bíliga avgerð, um tað verður mett at bera til og vera skilagott at bora upp í ánna eftir vatninum, sigur leiðslan í SEV. Hon leggur afturat, at eftirspurningurin eftir reinari orku veksur. Tað er tí skeivt av okkum ikki at geva komandi ættarliði møguleikan at troyta sínar keldur, vilja tey gjalda prísin við eini minni Sandá, sigur leiðslan í SEV. Kommunan noktar Nevndin í SEV sigur, at hon veit, at Sjóvar kommuna hevur noktað at givið byggiloyvi til áarinntakið í Sandá. Men greitt er eisini, at Yvirfriðingarnevndin hevur givið loyvi til at taka vatnið. Umboðsnevndin hjá SEV, sum tá var evsta vald felagsins, samtykti at gera útbyggingina suður í Sandá. Og tað verður nú gjørt. Men borað verður ikki alla leiðina upp í ánna, sum sambært SEV kann geva eina millión kilowattímar um árið. Tað er streymur til 200 húsarhald. Eitt miðalhúsarhald brúkar 5.000 kilowattímar um árið. Nú bendir alt á, at Skúladepilin í Marknagili ið hvussu so verður hálvthundrað milliónir dýrari enn verandi jattan er. Lægstu tilboðini eru hálvt annað hundrað milliónir størri enn játtanin. Og nú metir Landsverk, at til ber at spara hundrað milliónir Stórir og kappingarførir undirveitarar vóru ikki við í útbjóðingini upp á Skúladepilin í Marknagili. Og nógv bendir á, at byggifyritøkur hava lagt nógv upp fyri, serliga tá talan er um loysnir og tilfar, sum eru ókend í Føroyum. Dýrkandi partarnir í verkætlanini eru serliga framsíðan, fasadan, stálið og betongið. Somuleiðis er stórur meirkostnaður í sambandi við innrætting. Fleiri upplýsingar koma undan kavi Fleiri og fleiri upplýsingar um dýrastu bygging í Føroya søgu koma undan kavi, so hvørt sum landsstýrismaðurin í mentamálum svarar spurningum frá tingfólkum um Skúladepilin. Nú hevur Bjørn Kalsø svarað spurningum frá Kristinu Háfoss, løgtingskvinnu. Landsstýrismaðurin hevur sínar upplýsingar frá Landsverki, sum er byggitøkniligur ráðgevi hjá Mentamálaráðnum. Sambært landsverki vóru stórir og kappingarførir undirveitarar ikki við í útbjóðingini. Lutfalsliga fáir undirveitarar eru til tær somu arbeiðstøkurnar. Veitararnir til serligu loysnirnar eru óroyndir í Føroyum. Tað hevur borið í sær stórt váðaískoyti. Og harafturat koma dýrar tryggingar og bankatrygdir. Skuldi verða liðugt næsta ár Løgtingið samtykti tann 26.mai í 2008 at byggja Skúladeplil til Føroya Studentaskúla og HF skeið, Tekniska Skúla í Havn og Handilsskúlan í Havn. AElig tlanin var tá, at byggingin skuldi vera liðug í 2013. Klárt var at bjóða byggiarbeiðið út fyri einum ári síðani. Men so kom løgtingsval, og tilboðini vórðu ikki latin upp fyrr enn 28.august í ár. Og tá fingu byggiharrin og onnur við ein skelk. Lægstu tilboðini eru næstan 50 prosent dýrari enn tað, sum løgtingið hevur játtað. Og nú roynir Landsverk at skava av verkætlanini, so pengarnir røkka. Men sambært svarinum hjá Bjørn Kalsø, landsstýrismanni, verður sparingin 100 og ikki 150 milliónir krónur. Sambært verandi tíðarætlan skal Skúladepilin í Marknagili vera liðugur á sumri 2016. Og tað kemur als ikki upp á tal at skjóta verkætlanina longri út enn tað, sigur landsstýrismaðurin. Líkt er til, at vinnan metir fiskiskapin eftir makreli at vera av fyri í ár. Tí fáu hoyringarsvarini, sum Fiskimálaráðið fekk aftur um ætlanina at geva leyst at fiska makrel, eru atfinningarsom og mæla heldur til broyttar mannagongdir næsta ár. Fiskimálaráðið sendi umleið 60 feløgum og førum skriv. Bert sjey svar komu inn. Ov seint Faroe Origin sigur seg ikki kunna taka undir við ætlanini, tí tiltøkini koma ov seint. Vertíðin er farin at halla, og tí muna tiltøkini ov lítið. Hevði Fiskimálaráðið givið vinnuni betri møguleika og hóskandi skotbrá at fyrireika fiskiskapin í ár, so høvdu hesi tiltøkini ikki verið neyðug. Tí mælir Faroe Origin til, at fiskiskapurin næsta ár verður avgreiddur í seinasta lagi 1. apríl. Og felagið mælir til eina eftirmeting sum skjótast, tá vertíðin er liðug. Útróðrarmenn fingu einki Útróðrarfelagið Eystan Múla finst hvassliga at, at útróðrarmenn í felag ikki kundu leiga skip til at fiska makrelin, Felagið sigur útróðrarflotan hava verið fyri blóðigum órætti, og at Fiskimálaráðið bar seg lúsut at ímóti veikasta partinum av flotanum, ið hóast alt hevur størst søgulig rættindi á grunnunum. Umboðsmaðurin hjá Lafayette hevði eina stutta, men ítøkiliga áheitan á Fiskimálaráðið Fáið fingurin úr einum vissum stað, og kunngerið hasa broytingina sum skjótast, vóru stuttu boðini. Størri kvotu til nótaskipini Felagið Nótaskip mælir til størri kvotu til skipini, men at tað framvegis skal bera til at flyta 10 prosent til næsta ár. Og kvotan skal býtast millum skipini á sama hátt sum nú. Og so skulu nótaskipini hava loyvi at partrola saman við skipum úr øðrum bólkum. Thor mælir til, at skipini, sum fiska makrel, ikki mugu steðga, tí ov nógv sild er uppií. Felagið tekur sum heild undir við, at hámørkini í ymsu bólkunum verða tikin av, men ikki hjá rækjuflotanum, tí rækjuskipini hava býtt kvotuna ímillum sín, og hava gjørt avtalu um at landa til móttøkuskip. Thor mælir eisini frá, at onnur skip, serliga nótaskipini, sleppa at fiska í sonevnda altjóða bólkinum, tí tað fer at taka grundarlagið undan móttøkuskipunum, og tá slepst neyvan undan endurgjaldskravi. Thor vísir eisini á, at skal landskassagjaldið uppá 2,25 krónur fyri kg, rindast, so er umráðandi at teirra skip varðveita sína kvotu, og kunnu fiska makrelin í september ella oktober, tá prísurin er hægstur. Mælir til at geva leyst Eigarin av útróðrarbátinum Skarpheðinni mælir til at geva leyst at fiska makrelin, sum eftir er. Hann mælir samstundis til, at útróðrarbátar næsta ár fáa eina til dømis 1.000 tons í eginkvotu, sum verður umsetilig, tað er kann seljast. Felagið Rækjuskip heldur tað ikki vera rætt, at onnur skip sleppa framat teirra kvotu, tí skipini hava býtt kvotuna og fara at fiska hana. Orsøkin til, at rækjuskipini ikki enn eru farin á makrelveiðu, er, at ov nógv sild hevur verið uppií. Tað er broytt nú, og tí eiga rækjuskipini at eiga sína egnu kvotu, sigur Felagið Rækjuskip. Bert 65.000 tons av makreli eru fiskað higartil í ár. Leygardagin 22. september verður givið leyst at fiska makrel. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur gjørt av at broyta skipanina í fiskiskapinum eftir makreli soleiðis, at allar avmarkingar millum skipabólkarnar og hámarkið fyri einstøk skip verða tikin burtur. Við hesum kunnu skip fiska av felagskvotum, sum tey upprunaliga ikki høvdu atgongd til. Ein uppgerð frá Fiskiveiðieftirlitinum í gjár vísir, at í fleiri bólkum eru líkindi ikki fyri, at felagskvoturnar verða fiskaðar. Heimild í kunngerðini Avgerðin er tikin við heimild í makrelkunngerðini, har landsstýrismaðurin kann hækka ella taka burtur hámarkið, og at loyva øðrum fiskiførum at veiða av felagskvotum, sum líkindi eru fyri ikki verða fullnýttar. Hetta fevnir eisini um kvotur, sum eru settar av sum felagskvota til vinnuligar makrelroyndir, verkætlanir ella samráðingar. Broytingarnar eru galdandi frá leygardegnum 22. september 2012. Nýggja iPhone 5 fartelefonin, sum Apple fyritøkan kanska fer at kunngera í morgin, kann seta so stóra ferð á amerikanska búskapin, at Barack Obama, forseti, sleppur at halda fram í Hvítu Húsunum í Washington í fýra ár afturat. Tað skrivar fleiri amerikanskir miðlar í dag. Búskaparliga støðan verður avgerandi fyri, um amerikanarar aftur fara at velja Obama. Vísir bruttotjóðarframleiðslan vøksur í seinasta ársfjórðingi í ár, kann Obama leggja sjógv millum seg og republikanska avbjóðaran, Mitt Romney. Vøksturin hálvt prosent Sambært amerikanskum miðlum fer Apple at framleiða nýggju iPhone 5 fartelefonina beint eftir, at hon er kunngjørd. Amerikanskir búskaparfrøðingar hava roknað, hvussu nógv bruttutoðarframleiðslan veksur, um átta mlliónir iPhone 5 fartelefoninir verða gjørdar. Teir siga, at vøksturin verður millum ein 0,25 og eitt hálvt prosent. Ein veljarakanning, sum CNN hevur latið gera, vísir, at 52 prosent av teimum spurdu ætla at velja Barack Obama. 46 prosent siga, at tey fara at atkvøða fyri Mitt Romney. Hvørki SalMar ella nakar annar norskur partaeigari í Bakkafrosti hava nakra ætlan um at eiga meirilutan í føroyska alifelagnum. Tað stendur millum mangt annað í hoyringarsvarinum frá advokatvirkinum Wikborg, Rein amp Co, sum Vinnumálaráðið hevur fingið, nú ætlanin er at broyta alilógina fyri at avmarka útlendska eigaraskapin í føroysku alingini. Wikborg, Rein amp Co. umboðar SalMar, sum eigur 25,21 prosent í Bakkafrosti, og kann keypa 4,66 prosent afturat, og aðrar norskar partaeigarar, sum eiga tilsamans 3,74 prosent. Fær dramatiskar avleiðingar Sambært hoyringarsvarinum heldur norska advokatvirkið uppá, at lógarbroytingin verður gjørd, tí Vinnumálaráðið stúrir fyri, at SalMar ætlar sær størri part í Bakkafrosti ella alla fyritøkuna, sum hon er. Eingin orsøk er at stúra fyri tí, sigur advokatvirkið, tí eingin slík ætlan er í Norra. Men lógarbroytingin fær dramatiskar avleiðingar fyri øll, sum eiga partabrøv í Bakkafrosti. Torførari verður hjá teimum at fáa nakað líkinda avkast av íløguni í Bakkafrosti. Partabrævið fer ivaleyst at minka í virði, sigur advokatvirkið. Serligir partaeigarar, so sum peningarstovnar og pensjónskassar, fara kanska at taka seg aftur, so Bakkafrost fær tap av tí alt fyri eitt. Harafturat er vandi fyri, at føroyingar fara ikki at vilja ella kunna fíggja alivinnuna einsamallir. Tað verður eisini eitt bakkast fyri føroyska alivinnu, um dugnaligir útlendingar ikki sleppa í stjórn ella nevnd. Og útlendingar missa ávirkanina á íløguna í Bakkafrosti. Harafturat fer lógarbroytingin at gera, at Bakkafrost fer ikki at kunna halda galdandi grundreglur um góða eigarastýring og leiðslu, har sum ikki verður gjørdur munur á partaeigarum. Føroyska støðan viknar Wikborg, Rein amp Co hava nógvar viðmerkingar afturat um ætlanina hjá Johan Dahl. Og advokafelagið sigur, at til ber at røkka sama úrsliti við samstarvi við útlendskar íleggjarar. Felagið minnir eisini Vinnumálaráðið á heimasíðuna hjá Vinnumálaráðnum, sum eggjar útlendingum til at gera íløgur í Føroyum. Verður lógarbroytingin samtykt, fer hon at gera støðu Føroya á altjóða kapitalmarknaðinum veikari. Og vóru Føroyar við í EBS samstarvinum millum ES og Efta, hevði eitt uppskot sum hetta verið ógjørligt. SalMar hevur keypt seg inn í Bakkafrost í fjør og í ár. Seinast, SalMar keypti lut í Bakkafrosti, var 2.mai í ár. Hvørki SalMar ella aðrir norskir partaeigarar ætla sær meirilutan í Bakkafrosti. Rakar bara Marine Harvest Og so sigur Wikborg, Rein amp Co. bart út, at eftir sum lógarbroytingin fyrst og fremst kemur av einum ynski um at fáa tamarhald á, hvussu SalMar brúkar sín ognarlut í Bakkafrost, vil SalMar góðtaka, at krav verður sett um bindandi samstarv við sentrale færøyske aktører for a sikre varig lokal innflytelse i selskapet, sum tað stendur í hoyringarsvarinum. Áhugavert er, at meðan Wikborg, Rein amp Co heldur uppá, at lógarbroytingin hevur eittans endamál, at leggja fót fyri SalMar í Bakkafrosti, sigur Marine Harvest Faroes, at lógarbroytingin rakar bara ætlanirnar hjá tí felagnum, sum eisini er norskt, í Føroyum. Tað er framvegis ógreitt, hvør endaliga lagnan hjá fyrrverandi aðalstjóranum í Mentamálaráðnum, Leivi Harrysyni, verður. Eingin niðurstøða var á fundinum í gjár millum Leiv Harryson og advokat hansara, Christian Andreasen, øðrumegin og Løgmansskrivstovuna hinumegin um afturtøkuna av uppsøgnini hjá Leivi Harryson. Christian Andreasen vil ikki siga, hvat kom fram á fundinum í gjár. Vit eru í dialogi við Løgmansskrivstovuna, og partarnir hava avtalað at hittast aftur á fundi í næstum, sigur Christian Andreasen. Nær næsti fundurin verður, er ikki greitt enn. Hevði rætt at taka uppsøgnina aftur Tað var í farnu viku, at skriv varð sent landsstýrinum, har advokaturin vildi hava landsstýrið at viðurkenna afturtøkuna av uppsøgnini hjá Leivi Harrysyni. Í skrivinum varð víst á, at Leivur Harryson sum tænastumaður hevur fullan rætt til at taka uppsøgnina aftur treytað av, at hetta varð gjørt beinanvegin. Og tað metir advokaturin, at uppsøgnin hjá Leivi Harryson varð tikin aftur rættstundis. Tí kann landsstýrið ikki ógilda afturtøkuna, segði Christian Andreasen við útvarpið í farnu viku. Christian Andreasen hevur sagt, at fæst eingin semja við Løgmansskrivstovuna, fer málið í rættin. Umleið tríggjar vikur fyri, at sáttmálin fer úr gildi, handaðu Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið hvør øðrum krøv til sáttmálasamráðingarnar, sum nú eru byrjaðar. Partarnir hittust í hølununum hjá Starvsmannafelagnum fyrrapartin, og har vórðu krøvini handað. Næsti samráðingarfundur verður friggjadagin 14 september. Sáttmálin millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið fer úr gildi 1. oktober. Fiskimálaráðið fer nú at viðgera hoyringarsvarini, tað fekk í sambandi við ætlanina at geva leyst at fiska makrelin, sum er eftir av kvotuni í ár. Tað var fyri seks døgum síðani, at Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, kunngjørdi, at hann fór at brúka heimildina í kunngerðini, sum loyvir at geva leyst, eru líkindi fyri, at felagskvotur ikki verða fiskaðar. Freistin úti í gjár Øll, sum hava loyvi at fiska makrel, fingu ætlanina til hoyringar. Freistin at svara var til á middegi í gjár. Nøkur svar eru komin, sigur Rógvi Reinert, aðalstjóri í Fiskimálaráðnum. Nógv er framvegis aftir av makrelkvotuni í ár, meira enn helvtin, tí bara 65.000 tons eru fiskað higartil. Fiskiskapurin er slakur í løtuni. Frá tí at landsstýrismaðurin hevur tikið endaligu avgerðin, skulu ganga tíggju dagar til givið verður leyst at fiska. Níggju skipabólkar hava felagskvotu. Altingslimurin Ólína THORN orvarðardóttir er vald til forkvinnu í tingmannanevndini fyri Hoyvíkssáttmálan. Løgtingsmaðurin Brandur Sandoy er næstformaður. Henda tingmannanevndin varð sett í fjør. Hon er mannað við seks limum úr Løgtinginum og 6 limum úr Altinginum. Somu tinglimir manna Útnorðurráðið fyri hesi bæði londini. Grønlendsku tinglimirnir hava rætt til at møta í nevndini sum eygleiðarar. Hoyvíkssáttmálin er fríhandilssáttmálin millum Ísland og Føroyar, sum kom í gildi í 2006. Tað er trongligt í Føroya Rætti í hesum døgum. Fimm fólk eru á ákærubonkinum, ákærd fyri at hava útvegað og smuglað rúsevni til Føroya, og fyri at selja rúsevni i Føroyum. Rætturin hevur sett tríggjar dagar av til at viðgera málið. Trý av teimum ákærdu eru danir ein bakmaður og tvey fólk, sum hava smuglað. Teir báðir føroyingarnir í málinum eru 28 og 29 ára gamlir, annar úr Vágum og hin úr Eysturoynni. Tilfar til ecstasy tablettir Tann eldri er ákærdur fyri at hava staðið á odda og samskipað smuglingina, og fyri at hava tikið ímóti 600 grammum av hassji og tilfari at gera ecstasy tablettir. Hetta er nóg mikið til at gera fleiri enn 1100 tablettir. Mikkjal Thomassen á Kriminaldeildini sigur, at pulvurið hevði kunnað verið selt fyri 100.000 krónur, men vórðu tablettir gjørdar úr tilfarinum, høvdu tær kunnað verið seldar fyri einar 300.000 krónur. Yngri føroyingurin er ákærdur fyri at hava hjálpt til við flutninginum og søluni í Føroyum. Teir báðir danirnir, sum eru ákærdir fyri at hava smuglað rúsevnini til Føroya, komu við Norrønu og krógvaðu evnini í einum eldsløkkjara í bilinum. Mett verður, at teir báðir, sum stóðu á odda fyri smuglingini, hava forvunnið 22.000 krónur hvør. Grønland og Suðurkorea hava gjørt avtalu um samstarv á fleiri økjum. Suðurkoreanski forsetin, Lee Myung Bak, hevur verið á vitjan í Grønlandi og havt samráðingar við grønlendska landsstýrisformannin, Kuupik Kleist. Eitt skjal, sum varð undirskrivað, staðfestir, at Grønland og Suðurkorea skulu styrkja samstarvið á ráevnisøkinum, millum annað við gransking og sínámillum kunning. Avtalan, sum tó ikki er løgfrøðiliga bindandi, er galdandi í trý ár. Grønland styrkt sína støðu Nuna Mineals hevur gjørt avtalu við almenna námsfelagið Korea Resources Corporation, og jarðfrøðiligu stovnarnir í Danmark og Grønlandi hava gjørt avtalu við koreanska jarðisfrøðistovnin. Kuupik Kleist, landsstýrismaður, sigur eftir toppfundin, at hetta er byrjanin til eitt nýtt, søguligt samband við eina av heimsins størstu ídnaðartjóðum. At suðurkoreanski forsetin hevur vitjað Grønland, vísir, at Grønland hevur styrkt sína uttanríkispolitisku støðu, sigur hann. Játtanin er fýra ára gomul, byggitíðin er longd meira enn tvey ár, og serlig atlit eru tikin, so føroysk byggifeløg og føroyskir veitarar ikki vóru verri fyri at bjóða enn útlendingar. Hetta eigur at vera havt í huga, tá kostnaðurin at byggja Marknagilsdepilin verður umrøddur. Tað sigur Landsverk, sambært Bjørn Kalsø, landsstýrismanni, sum hevur svarað spurningi frá Hanusi Samró, løgtingsmanni. 50 prosent á muni Tá tilboðini komu, varð greitt, at handverkaraútreiðslurnar eru 155 milliónir, krónur størri enn játtanin, sum løgtingið gav. Talan er næstan um hálvt hundrað prosent á muni á lægstu tilboðunum og verklagslógini. Tá tilboðini vóru latin upp, fór Landsverk alt fyri eitt at granska verkætlanina við tí endamáli at finna neyðugu sparingarnar, so byggjast kann uttan ov stóran meirkostnað. Longu nú eru gjørd uppskot um sparingar millum 80 og 90 milliónir krónur av teimum 155. Í sambandi við lisitatiónina eru serprísir eisini fingnir til vegar, sum fara at gera byggingina bíligari. Kannað verður í løtuni, hvussu nógv hetta kann ávirka prísin niðureftir, upplýsir Landsverk. Liðugur um fýra ár Landsverk metir, at tað ber til at koma so langt við sparingum, at byggingin ikki kemur í vanda, men verður framd sum ætlað, og at Skúladepilin verður liðugur at taka í nýtslu í august 2016, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður. Hóast serlig atlit eru tikin til frama fyri føroyska vinnu, hevur eitt íslendskt byggifelag lægsta tilboðið. Tølini hjá Arbeiðsloysisskipanini siga ikki alt um arbeiðsloysið í Føroyum. Millum annað fáa hálvt triðja hundrað fólk uppihaldshjálp frá Almannaverkinum, tí tey einki arbeiði hava. Og seinasta hálvt fjórða árið eru 260 fólk dottin úr ALS, tí tey hava brúkt allar sínar dagar har. Higartil í ár er hetta talið 94. Og um tey, sum eru arbeiðsleys í dag, ikki fáa arbeiði fyri ársskiftið, so fara 84 fólk afturat úr skipanini tað, sum eftir er av árinum. Johan Dahl, landsstýrismaður, hevur svarað einum fyrispurningi frá Bjørt Samuelsen, løgtingskvinnu, um arbeiðsloysið í Føroyum. Upp um 400 næsta ár Ein leyslig meting hjá ALS sigur, at talið fer nakað upp um 400 næsta ár og nærkast 600 í 2014. ALS ger tó vart við, at óvissan um framtíðartølini er stór, so tey skulu takast við fyrivarni. Í svarinum sæst eisini, at nógv arbeiðsleys í Føroyum eru arbeiðsleys leingi. Tey eru knappliga 780 nú í september. ALS sigur, at fólk eru langtíðararbeiðsleys, tá tey eru arbeiðsleys í meira enn hálvt ár. Í dag eru 1218 fólk skrásett hjá ALS at vera arbeiðsleys. Fólkatalið minkar støðugt. 1. juli búðu 195 fólk færri í Føroyum enn somu tíð í fjør. Gongdin er tann sama, sum hevur verið í longri tíð vaksandi fólkafráflyting og minkandi burðaravlop, skrivar Hagstovan. Seinasta árið eru 1651 fólk flutt av landinum, meðan bert fluttu 1271 fólk til Føroya. Sostatt er nettoflytingin av landinum 380 fólk. Frá 1. juli í fjør til 1. juli í ár vórðu 586 børn fødd í Føroyum, men sama tíðarskeið doyðu 401 fólk. Burðaravlopið var sostatt 185. 1. juli búðu 195 fólk færri í Føroyum enn sama mánað í fjør. Jákup N. Olsen heldur fram sum formaður í Sjúklingaráðnum, og Maud Benjardøgg er næstforkvinna. Karsten Hansen, landsstýrismaður, hevur valt nýtt sjúklingaráð, sum er mannað eftir uppskoti frá sjúklingafeløgum og áhugabólkum. Í sjúklingaráðnum sita Jákup N. Olsen, formaður, Maud Benjardøgg, næstforkvinna, Kristiana Rein, Trúgvi Jacobsen, Agnar á Dul, Jógvan Vágsheyg, Jóna Skorheim, Asta Lydersen og Jeanna í Lágabø. Uppgávan hjá sjúklingaráðnum er at ráðgeva landsstýrismanninum í málum, ið hava týdning fyri veitingar til sjúklingar í sjúkrahúsverkinum. Á fundi í dag millum Marner Mortensen, sparikassastjóra, og Jógvan Skorheim, virkandi borgarstjóra, er avtalað at leggja uppskot um loysn fyri Klaksvíkar Badmintonhøll fyri býráðið og nevndina fyri sparikassan. Tað boða sparikassastjórin og virkandi borgarstjórin frá tíðindaskrivi seinnapartin Hóast eingin endalig loysn enn er funnin á málinum, hava samráðingarnar víst greitt, at báðir partar hava áhuga í einari varandi loysn, sum leggur ítróttarøkið í tryggar fíggjarligar karmar, verður sagt í tíðindaskrivinum. Umsitingin hevur samráðst Higartil hava samráðingarnar verið á umsitingarligum stigi, tí einki endaligt uppskot um loysn enn er gjørt. Fyrr í ár varð avrátt, at sparikassin skuldi kannað møguleikar fyri loysnum at taka upp við partarnar í málinum. Á fundi í Norðoya Sparikassa í dag millum Marner Mortensen, sparikassastjóra, og Jógvan Skorheim, virkandi borgarstjóri, legði sparikassin fram úrslitið av sínum kanningum og aktuellu støðuna hjá badmintonhøllini, sum partarnir umrøddu. Avtalað er, at ein loysn um framtíðar skipan nú verður sett saman og løgd fyri avvarðandi partar, og kommunan og sparikassin hava eisini avtalað, at virksemið í badmintonhøllini heldur fram, til ein loysn er funnin og samtykt, ætlandi um mánaðarskiftið. Íslendingar falsa tølini fyri makrelveiðina, so landið hevur eitt størri tal at brúka í stríðnum við hini strandarlondini um, hvussu heildarkvotan skal býtast. Íslendingar landa sild sum makrel fyri at fáa makreltalið upp. Tað sigur Audun Mar aring k, stjóri í norska reiðarafelagnum, við blaðið Fiskeribladet Fiskaren. Hann undrast á, at íslendingar hava fiskað líka nógvan makrel í ár sum í fjør, men bara 60 prosent av sild samanborið við hesa ársins tíð í fjør. Hetta bendir á, at sild verður skrásett sum makrelur fyri at fáa makreltalið upp, sigur Audun Mar aring k. Hann sigur, at íslendskir skiparar og aðrar keldur í Íslandi hjá norska reiðarafelagnum boða frá minni makrelfiskiskapi í ár. Vísir skuldsetingunum aftur Men Friðrik J. Arngrímsson, stjóri í íslendska reiðarafelagnum, vísir aftur tí, sum norski starvsbróðir hansara kemur við. Hetta er ikki fyrstu ferð, at Mar aring k kemur við slíkum skuldsetingum. Hann ger hetta ár um ár. Og hvørt ár er hann boðin at koma til Íslands at kanna tølini sjálvur. Men hann tekur ikki av, sigur Friðrik J. Arngrímsson. Orsøkin til, at minni sild er fiskað higartil í ár, er tann, at skipini hava lagt seg eftir at fiska allan makrelin fyrst, áðrenn tey fara eftir tí, sum eftir er av sildini, sigur íslendski reiðarastjórin. Eingi avgerandi prógv Audun Mar aring k sigur seg eingi avgerandi prógv hava fyri, at íslendsku tølini eru skeiv. Hann sigur tó, at bæði umsiting og gransking eru meira politisk í Íslandi enn aðrastaðni. Millum annað fór íslendska skipið, sum var við í felags makrelkanningunum í summar, ikki úr íslendskum sjógvi, sum avtalan annars var. Hetta gjørdi úrslitið betri fyri Ísland og verri fyri Norra, sigur Audun Mar aring k. Mælir til at fiska minni Íslendski fiskimálaráðharrin, Steingrímur J. Sigfússon, segði eftir ráðharrafundin í London fyri einari viku síðani, at Ísland mælti øllum londunum til at fiska 20 prosent minni makrel í 2013. Ísland er eisini sinnað at minka sína kvotu aftur fyri at sleppa í eitt nú norskan sjógv at fiska makrel, sigur íslendski ráðharrin, sum gevur norska fiskimálaráðharranum, Lisbeth Berg Hansen, størsta partin av skyldini fyri, at fundurin í London endaði úrslitaleysur. AElig tlaða broytingin í alilóggávuni, sum skal avmarka útlendska eigaraskapin í føroysku alivinnuni, er í stríð við Hoyvíkssáttmálan. Tað sigur Felagið Peningastovar í sínum hoyringarsvari. Loyvir Hoyvíkssáttmálin, at føroysk lóg forðar íslendingum ella feløgum í Íslandi at seta kapital í eitt føroyskt alifelag á jøvnum føti við føroyingar, spyr felagið. Felagið Peningastovnar sigur, at samanumtikið eru fleiri vansar enn fyrimunir við uppskotinum hjá Vinnumálaráðnum. Norðmenn ger eisini vart við seg Nakrir norskir partaeigarar, teirra millum SalMar, í Bakkafrosti hava eisini gjørt vart við seg. Lógarbroytingin fer at hava við sær øgiligar avleiðingar fyri bæði føroyskar og útlendskar partaeigarar í Bakkafrosti. Íleggjarar fáa minni burtur úr at hava partabrøv í Bakkafrosti. Virðið á partabrøvunum lækkar, og tað verður truplari at fáa pengar í felagið. Tað fer ikki at bera til hjá Bakkafrosti at halda sínar skyldur í keypsskálanum í Oslo, tí ikki fer at bera til at viðgera allar partaeigarar eins. Norsku partaeigararnir siga, at føroysku myndugleikarnir kunnu fáa sama úrslit sum ætlanin er við lógarbroytingini á annan hátt, millum annað í samstarvi við útlendskar íleggjarar. VMF Munur gjørdur á partaeigarum Virðisbrævamarknaður Føroya fekk ikki uppskotið til hoyringar, men hevur kortini sent Vinnumálaráðnum viðmerkingar um uppskotið. Eisini Virðisbrævamarknaðurin vísir á, at munur verður gjørdur á partaeigarum. Tað er als ikki til frama fyri handilin við føroyskum partabrøvum. Kapitalstreymurin til Føroya er sera umráðandi, tí kapitalstreymurin úr Føroyum er hvørt ár stórur, eitt nú tí pensjónuppsparingarnar í stóran mun fara av landinum.Um hetta lógaruppskotið verður samtykt, missa føroyskar íløgur trúvirði. Politiskur váði Tað er ein politiskur váði at gera íløgur í føroysk partabrøv, tí avgerandi treytir vera broyttar í eini handavending uttan ávaring, sigur Virðisbrævamarknaðurin. Og hann spyr, eins og Felagið Peningastovnar, um uppskotið er ikki í stríð við Hoyvíkssáttmalan. Til ber at ímynda sær, at eitt norsk felag setir á stovn eitt íslendsk felag, sum so keypir 100 av partabrøvunum í einum føroyskum alifelagi. Spurningurin er, um lógaruppskotið kann forða fyri tí. Alifelagið Marine Harvest Faroes hevur eisini nógvar atfinningar. Felagið sigur, at lógarbroytingin fer bara at raka eitt felag í Føroyum, Marine Harvest, sum hevur ætlanir um íløgur í Føroyum. SEV linjurnar um Leirvíksfjørð fingu ikki skaða av hendingini fríggjadagin, tá ferðafólkaskipið Jewels of the Seas bar við linjurnar. Fýra linjur eru um Leirvíksfjørð SEV eigur tríggjar og Føroya Tele eina. Jón Nielsen, virkandi rakstrarleiðari hjá SEV, sigur, at SEV hevur havt fólk við tyrluni at kanna linjurnar. Tær tykjast onga skaða at hava fingið. Máling sæst á sunnastu linjuni, teirri til telesamskiftið. Helst hevur masturin á skipinum tikið í hana og er brotnað tá. Tí hevur skipið ikki borið við SEV linjurnar. Streymurin fór Streymurin fór tó eitt bil, men tað er helst tí, at telelinjan er drigin móti Sev linjunum og hevur borið við tær. Á kortum stendur, at linjurnar eru 60 metrar uppi, har tær eru lægstar. Og hetta talið stendur fyribils við, sigur Jón Nielsen. Jewels of the Seas skal vera millum 53 og 54 metrar høgt, hevur SEV fingið upplýst. Hósdagin 13. september fara løgmaður og danski uttanríkisráðharrin at hava sín árliga fund. Hesa ferð verður fundurin í Vestmanna. Á skránni eru millum annað makrelósemjan og ynski um føroyskan limaskap í WTO. Løgmaður og uttanríkisráðharrin fara eisini at viðgera samskiftið millum donsku stjórnina og landsstýrið á uttanríkis og trygdarpolitiska økinum, og hvussu Føroyar fáa betri møguleika at røkja egin áhugamál í millumtjóða felagsskapum. Hósdagin skal uttanríkisráðharrin eisini á fund við Løgtingsins uttanlandsnevnd. Hetta er fyrstu ferð, at Villy Søvndal vitjar Føroyar sum danskur uttanríkisráðharri. Búskaparligu stórveldini í Asia hava av álvara fingið stóran áhuga fyri Grønlandi. Í gjár kom forsetin í Suðurkorea, Lee Myung Bak, á almenna vitjan í Grønlandi. Saman við honum vóru Fríðrikur krúnprinsur og danski umhvørvisráðharrin, Ida Auken. Samstarv um veðurlagsgransking og ráevni var á dagsskránni, tá forsetin og grønlendski landsstýrisformaðurin, Kuupik Kleist, hittust í Ilulissat í gjárkvøldið. Møguleikin hjá Suðurkorea, sum er millum heimsins 20 sterkastu lond búskaparliga, at gera íløgur í grønlendsku ráevnisvinnuna skuldi eisini umrøðast. Landsstýrið vónar, at Danmark og Suðurkorea undirskriva avtalur um grøna orku og umhvørvi, avtalur, sum Grønland kann fáa gagn av. Veðurtænastan misti 400.000 krónur, nú Havstovan skuldi hava 600.000 krónur í eykajáttan til Magnus Heinason. Sambært Fiskimálaráðnum, sum bað um eykajáttanina, kann Veðurtænastan bíða við nøkrum útreiðslum. Fiskimálaráðið sjálvt skal spara 100.000 krónur í rakstrinum, og sambært Fiskimálaráðnum fær Havstovan 100.000 krónur meira í ár frá inntøkufíggjaðum virksemi og verkætlanum. Sambært fíggjarlógini eru hesar inntøkurnar hjá Havstovuni fýra milliónir og 50.000 krónur í ár. Útreiðslunoytral eykajáttan Soleiðis fann Fiskimálaráðið tær 600.000 krónur til Magnus Heinason, so eykajáttanin varð útreiðslunoytral. Løgtingið samtykti eykajáttanarlógina, sum Fíggjarnevndin legði fram fríggjadagin. Vikið varð frá øllum tíðarfreistum og uppskotið var ikki í nevnd, men fór beinleiðis frá fyrstu til aðru viðgerð. Magnus Heinason er nú eystan fyri Føroyar, har hann ger yvirlitstrolingar á landgrunninum. Badmintonhøllin í Klaksvík verður væntandi stongd í dag ella í morgin. Felagið, sum eigur og rekur høllina, megnar ikki longur at reka hana. Tað skrivar Norðlýsið á netinum. Staðfest er, at skuldin til Norðoya Sparikassa er oman fyri 10 milliónir krónur. Fíggjarliga støðan er eisini orsøkin til, at eitt nýtt badmintonfelag er stovnað í Klaksvík, sum yvirtekur alt virksemið í gamla badmintonfelagnum, sum nú stendur bert at eiga høllina. Fekk skaða i ódnarveðri Ein trupulleiki er, at tekjan á lutfalsligu nýggju badmintonhøllin í Klaksvík fekk stóran skaða í ódnarveðri í vetur. Tann skaðin er enn ikki gjørdur aftur, tí ósemja er millum byggiharran og tryggingarfelagið. Sambært Norðlýsinum verður ein fundur um badmintonhøllina í dag millum Norðoya Sparikassa og Klaksvíkar Kommunu. Verður ein loysn ikki funnin á hesum fundinum, ger sparikassin síni krøv galdandi og krevur høllina stongda. Klokkan 7 44 sunnumorgunin lendi bjargingartyrlan hjá Atlantsflogi á Landssjúkrahúsinum í Havn, við einum ungum manni, sum var við kinesiska verksmiðjuskipinum Kai Yu. Verksmiðjuskipið var statt umleið 20 fjórðingar eystur úr Fugloynni í morgun, tá varð avrátt at senda eina bjargingartyrlu eftir unga manninum. Kortið vísir, hvar skipið var statt, tá tyrlan tók mannin umborð. Hvørki á politistøðini í Havn ella á sjóbjargingarstøðini MRCC Tórshavn fæst í morgun at vita, hvussu ungi maðurin, sum kom á Landssjúkrahúsið í morgun, hevur tað. Tá dysturin í Hannover, bleiv bríkslaður í gongd, var onki signal at síggja í sjónvarpinum. Hetta komst av, at satelitt veitarin úr Onglandi brádliga fekk tøkniligar trupulleikar, sum høvdu við sær, at hvørki mynd ella ljóð blivu send til Kringvarpið. Fyrri hálvleikur var merktur av, at ljóðið var úti við fimm sekund framman fyri myndirnar, og hetta órógvaði sjálvsagt heildarupplivingina hjá hyggjarum okkara, og tað harmast vit almikið um og biðja orsakað. Tjóðveldi og Framsókn gera nú aftur eina roynd at fáa nýggja stjórnarskipan setta í gildi fyri Føroyar. Uppskotið tekur støði í tí arbeiði og tí uppskoti, sum varð lagt fram á heysti í 2010, og teimum broytingum, sum komu til aðru viðgerð í tinginum í juni í fjør. Ta ferðina spurdist einki burturúr, tí løgtingsval var í eygsjón. Í eini roynd at røkka enn størri semju eru nakrar broytingar gjørdar í formælinum, og ein nýggj grein um beinleiðis fólkaræði er tikin við í uppskotið, siga uppskotsstillararnir. Høgni Hoydal úr Tjóðveldi og Poul Michelsen úr Framsókn siga, at avgerandi er, at málið ikki aftur gerst politiskt fótatraðk á tingi ella millum flokkar, men at semja fæst um eitt uppskot, ið kann setast til fólkaræðiliga viðgerð í almenninginum, og sum kann skapa áhuga og virkna luttøku millum fólk. Grein 25 nevnd Teir skjóta upp, at uppskotið eftir fyrtsu viðgerð verður beint í eina grein 25 nevnd, har allir flokkar verða umboðaðir. Stjórnarskipanaruppskotið eigur at fáa eina gjølliga almenna viðgerð og verða sent øllum áhugaðum til hoyringar, áðrenn endaliga uppskotið verður lagt aftur fyri tingið og sent til fólkaatkvøðu, siga Høgni Hoydal og Poul Michelsen í viðmerkingunum til uppskotið. Málið stendur at fáa fyrstu viðgerð í tinginum 25. september, men løgtingsskrivstovan ger vart við, at uppskotið er ikki løgfrøðiliga kannað. Les uppskotið her Grønland er ikki á skránni, tá Helle Thorning Schmidt, forsætisráðharri, kemur á almenna vitjan í Kina í næstu. Tí er Grønland ikki við í ferðalagnum, sigur Kuupik Kleist, landsstýrisformaður, við grønlendska kringvarpið, KNR. Á ríkisfundinum í síðstu viku vissaði forsætisráðharrin landsstýrisformannin um, at Grønland er ikki á skránni, tá Helle Thorning Schmidt mánadagin kemur til Kina á vitjan, sum gestur sum Hu Jintao, forseta. Danska stjórnin og grønlendska landsstýrið hava avtalað, at er Grønland á skránni á altjóða fundum, skulu umboð fyri Grønland eisini vera við, sigur Kuupik Kleist. Stór misnøgd Tá kinesiski forsetin var á almennari vitjan í Danmark í summar, varð funnist at, at Grønland ikki varð umboðað. Og nú danski forsætisráðharrin fer til Kina, verður aftur kravt, at grønlendingar eisini verða við í ferðalagnum. Bæði fólkatingskvinnan hjá IA, Sara Olsvig, og forkvinnan í andstøðuflokkinum Siumut, Aleqa Hammond, hava kravt, at umboð fyri Grønland eisini verða við fundarborðið, um Helle Thorning Schmidt fer at viðgera ráevni og trygdina í Arktis. Hetta eru tvey øki, sum Kina fleiri ferðir hevur sýnt áhuga fyri. Men Grønland er ikki á skránni, sigur Kuupik Kleist, landsstýrisformaður. Tvey boð komu inn at asfaltera Trøllanes tunnilin, og tey vórðu latin upp í gjár. Landsverk eigur lægra boðið, sum er slakar 1,3 milliónir krónur Hægra boðið eigur EM Asfalt, og tað er slakar 1,8 milliónir krónur Í báðum boðunum er fyrivarni tikið. Landsverk tekur fyrivarni fyri, at bátur er tøkur til at flyta asfaltið út í Kallsoynna, og fyri prísvøkstri. EM Asfalt tekur fyrivarni fyri prísvøkstri. Trøllanes tunnilin hevur eina vegbreyt, sum er 2.250 metrar til longdar. Við í boðnum er eisini úttakið miðskeiðis í tunlinum út í Djúpadal. Tað er umleið 200 metrar til longdar. Nú er endaliga staðfest, at føroyski landsliðsmálverjin, 42 ára gamli Jákup Mikkelsen, eigur heimsmetið, sum tann elsti málverjin nakrantíð, ið hevur spælt altjóða skrásettan landsdyst. Tað hevur fótbóltsmiðlamaðurin, Heri Simonsen, í morgun fingið váttað í telduposti frá formanninum í altjóða felagsskapinum fyri fótbóltssøgu og hagfrøðingar, IFFHS. Tað var eftir dystin móti Íslandi í Reykjavík hálvan august, at Ivan Moskalenko gjørdi Hera Simonsen varugan við, at Jákup Mikkelsen helst hevði metið. Eftir drúgt kanningararbeiði, hevur tað loksins eydnast Hera Simonsen at fáa stafest, at Jákup Mikkelsen er elsti málverji, ið hevur spælt ein altjóða skrásettan landsdyst. Løgtingið hevur samtykt at játta Havstovuni 600.000 krónur, so Magnus Heinason kann loysa og gera tær kanningar, sum hann skal gera hesa ársins tíð. Fíggjarnevndin vildi ikki lata pengarnar við fíggjarnevndarskjali, sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum bað um. Í staðin fyri kom Fíggjarnevndin við lógaruppskoti um eykajáttan, sum løgtingið samtykti. Vikið varð frá øllum tíðarfreistum, so málið kundi avgreiðast endaliga í dag. Við triðju viðgerð varð eykajáttanin einmælt samtykt við atkvøðum frá øllum 25 fólkunum, sum vóru tingsalinum. Magnus Heinason fer av stað í morgin, sigur stjórin á Havstovuni, Eilif Gaard. Ólag hevur verið á sjónvarpssendinetinum, og tað er orsøkin til, at fólk í Famjin ikki hava sæð sjónvarpið í tríggjar dagar. Men fámjingar sleppa eisini at síggja landsdystin millum Týskland og Føroyar í kvøld um ikki illa vil til. Á FT neti, sum umsitur sendinetið, lova tey, at brekið verður rættað í dag, so tað ber til at síggja landsdystin í kvøld. Petur Johannesen á Radiodeildini hjá FT neti sigur við útvarpið, at eykaluturin,er á veg til Suðuroyar. Petur Johannesen sigur eisini, at illa skal vilja til, um brekið ikki er rættað klokkan trý korter til átta í kvøld, tá Týskland og Føroyar bresta saman á vøllin í Hannover í Týsklandi. Fíggjarnevndin vildi ikki lata Havstovuni 600.000 krónur til yvirlitstrolingar við einum fíggjarnevndarskjali. Í staðin fyri fer nevndin at leggja fram lógaruppkot um eykajáttan og biðja um frávík frá øllum tíðarfreistum, so tingið kann avgreiða uppskotið í dag. Fíggjarnevndarskjøl skulu bara brúkast í heilt serligum førum, sigur Bárður Nielsen, formaður í Fíggjarnevndini. Nú tingið er saman kortini er rættari at lata tað avgera málið, heldur Fíggjarnevndin. Av tí at neyðugt var at umvæla Magnus Heinason í summar er játtanin hjá Havstovuni brúkt. Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum. Samstarvið millum Føroyar, Grønland og Áland í norðurlendska arbeiðinum skal styrkjast. Tað eru londini vorðin samd um á fundi á Svalbard, har norðurlendsku samstarvsráðharrarnir hava havt fund í vikuni. Annika Olsen er landsstýriskvinna við ábyrgd av norðurlendska samstarvinum Annika Olsen úr Føroyum, Palle Christiansen úr Grønlandi og Veronica Th ouml rnroos úr Álandi hava skrivað undir felags yvirlýsing, ið skal styrkja samstarvið millum londini, í ráðharraráði og embætisnevndum eins væl og í tingmannanevndum. Á ársfundinum hjá Norðurlandaráðnum í Helsinki í heyst er ætlanin, at stjórnarleiðarar og norðurlandaráðslimir í teimum trimum londunum skulu skriva undir eitt skjal, ið staðfestir hetta samstarvið. Alt tódnar við aldrinum, er líkt til. Eisini hægsta fjall í Føroyum. Nýggjastu mátingarnar vísa nevniliga, at Slættaratindur í veruleikanum einans er 880 metrar høgur og ikki, sum annars hildið í mannaminni, 882 metrar. Í summar vóru fólk frá Umhvørvisstovuni, saman við landsstýrismanninum, Kára P. Højgaard, á Slættaratindi og gjørdu GPS uppmátingar, har tey kannaðu á hægsta fjalli í landinum. Kortmyndugleikin er danskt málsøki, og tí eru mátingarnar sendar danska Kort og Matrikelstyrelsen. Og úrslitið var altso, at tveir metrar fóru av toppinum á Slættaratindi. Danski uttanríkisráðharrin, Villy Søvndal, leggur frá sær sum formaður í Sosialistiska fólkflokkinum, SF. Hetta kunnger Villy Søvndal í tíðindaskrivi í morgun. Tíðin er búgvin at lata onkran annan koma framat. Eg havi verið glaður fyri at standa á odda fyri SF í nøkur sera áhugaverd og spennandi ár í donskum politikki. Longu fyri valið gjørdi eg av, at eg ikki skuldi standa á odda fyri flokkinum við næsta val spurningurin var einans, nær rætta løtan var at fara frá sum formaður, sigur Villy Søvndal í tíðindaskrivinum. Og tann løtan er nú, heldur Villy Søvndal, tí so fær nýggi formaðurin góða tíð at seta seg væl til rættis í formanssessinum fyri næsta val. Gjørdist formaður í 2005 Villy Søvndal gjørdist formaður í SF í apríl 2005. Hann hevur tryggjað flokkinum stóra veljaratilgongd, sum stundum hevur verið 20 prosent í veljarakanningum. Framgongdin er nevnd Villy árinið . Men seinastu tíðina hevur mikið innanhýsis stríð verið í SF um politisku kósina, og tað sæst nú aftur í veljaratølunum. Seinasta veljarakanningin hjá Megafon vísti, at SF einans hevði fingið 5,8 prosent av atkvøðunum, var val nú. Heldur fram sum uttanríkisráðharri Villy Søvndal vísir ikki sjálvur á sín eftirmann. Men politiski redaktørurin hjá Politiken, Mette Østergaard, heldur, at mest uppløgdu formansevnini eru heilsumálaráðharrin, Astrid Krag, umhvørvismálaráðharrin, Ida Auken, ella politiski framsøgumaðurin í SF, Jesper Petersen. Villy Søvndal heldur fram sum uttanríkisráðharri, og hann kemur á Føroya vitjan í næstu viku. Fyrrapartin fer løgtingið at viðgera lógaruppskotið hjá Vinnumálaráðnum, sum skal avmarka útlendskan eigaraskap í føroysku alivinnuni. Broytingin, sum skal koma í gildi frá 9.august í ár, sama dagin, sum uppskotið kom í løgtingið, hevur fingið misjavna móttøku bæði í vinnuni og í politisku flokkunum. Fyrsta viðgerð verður ikki fyrr enn nú, tí uppskotið varð sent til hoyringar, eftir at tað varð lagt fram í tinginum. Virkar frá framløgudegnum Lógarbroytingin virkar frá framløgudegnum 9.august, tí tað er hugsandi, at útlendsk alifeløg eftir at uppskotið er lagt fram fara at royna at fáa ræði á føroyskum alifyritøkum, áðrenn uppskotið kemur í gildi sum lóg og fer at virka, sigur Vinnumálaráðið í viðmerkingunum um lógarbroytingina. Sama grundgeving er galdandi viðvíkjandi hoyringini. Var uppskotið farið til hoyringar fyrst, var hugsandi, at útlendsk alifeløg fóru at gera sær dælt av tí. Vinnumálaráðið hevur leingi arbeitt við uppskotinum. AElig tlanin var at fáa tað í løgtingið í vár tað er í farnu tingsetu men tað lukkaðist tó ikki. Bjørn svarar fyrispurningi Eitt annað nógv umrøtt mál er eisini á dagsskránni hjá tinginum í dag. Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, skal svara skrivligum fyrispurningi frá Bjarna Djurholm, løgtingsmanni, um stjórasetanina á Vinnuháskúlanum. Tingfundurin byrjar klokkan hálvgum tíggju. Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, bíðar framvegis eftir at fáa at vita frá Landsverki, hvørjar ætlanir eru við skúladeplinum í Marknagili. Landsstýrismaðurin vil hava Landsverk at greiða frá, hvussu stovnurin ætlar at finna sparingar í verkætlanini, nú tilboðið gjørdist 155 milliónir krónur dýrari, enn Landsverk upprunaliga metti. Bjørn Kalsø vil hava Landsverk at greiða frá, hvussu farast skal fram, og hvat skúladepilin væntandi fer at kosta. Bjørn Kalsø sigur, at tað verður neyðugt at fáa greiði á viðurskiftunum sum skjótast, so málið kann koma til politiska viðgerð, og støða kann verða tikin. Fundur er avtalaður millum Mentamálaráðið og Landsverk um verkætlanina, men enn er fundurin ikki ásettur. Eitt umboð fyri pólsku sendistovuna í Keypmannahavn er komið til Føroya at fáa greiði á støðuni hjá sjófólkunum, sum vóru við pólska seglbátinum, ið kom í havsneyð. Løgreglan hevur havt fund við pólska umboðið, og nú verður sjófrágreiðing fyrireikað, sigur Peter Thaysen, leiðandi politiinspektørur. Sjófrágreiðingin í rættinum í morgin klokkan 9.15 Eftir føroyskari lóggávu skal sjófrágreiðing vera, um ein vanlukka, sum krevur mannalív, hendir á sjónum. Sama lóg er ikki galdandi fyri útlendsk skip, sum eru uttan fyri 12 fjórðingar, og tí hevur løgreglan arbeitt við at fáa greiði á pólsku lógini á økinum. Í gjárkvøldið kom eitt umboð fyri polsku sendistovuna í Keypmannahavn til Føroya, og í morgun hevði løgreglan fund við umboðið. Lógin líkist Peter Thaysen sigur, at føroyska lógin og pólska lógin líkjast á hesum øki, men tað eru pólsku myndugleikarnir, ella skiparin á bátinum, sum skulu biðja um sjófrágreiðing. Og tað er nú gjørt. Tað hevur skund at fáa málið avgreitt, so póllendingarnir sleppa heimaftur, sigur hann. Um bátur og fólk vóru tryggjað, veit Peter Thaysen ikki at siga. Tað verður ikki greitt, fyri enn málið kemur fyri í sjórættinum í morgin, sigur hann. Ógreitt við endurgjaldi Um endurgjaldskrav verður reist fyri bjargingina, er heldur ikki greitt. Anfinn Olsen, reiðari á Róki og Lerki, sigur, at tey hava als ikki tosað um tað enn. Tá báturin sendi út neyðarkall, varð fyrst og fremst hugsað um at bjarga mannalívum, sigur hann. Hann sigur, at annar trolarin misti ein gummibát í bjargingini. Ein sjógvur tók bátin, tá trolarin legði seg upp í lu fyri at verja seglbátin. Sostatt hevði reiðaríið nakað av útreiðslum av bjargingini, men enn hava vit ikki tosað um nakað, sigur Anfinn Olsen. Hann væntar kortini, at reiðaríið fer at gera upp, hvat bjargingin kostaði felagnum. Løgmálaráðharrin hevur avlýst vitan sína í Føroyum. Tveir danskir ráðharrar skuldu koma til Føroya í næstu viku. Men fyrrapartin avlýsti annar, Morten Bødskov, sína Føroyaferð hósdagin og fríggjadagin. Morten Bødskov skuldi vitja millum annað politiið, Føroya rætt og aðrar danska myndugleikar á sínari vitjan her. Og 14.september skuldi hann hava fund við Kára P. Højgaard, landsstýrismann í lógarmálum. Villy kemur í næstu viku Eftir ætlan skal Villy Søvndal, uttanríkisráðharri, koma til Føroya í næstu viku. Løgmansskrivstovan hevur ikki kunngjørt nakað um vitjanina og hevði fyrrapartin heldur ikki hug at kunngera nakað um hana. Men sambært kalendaranum hjá løgmanni á heimasíðuni hjá Løgmansskrivstovuni skulu løgmaður og uttanríkisráðharrin hittast mikudagin 12.september. Skattainntøkurnar í kommununum í Eysturoynni vóru lægri í august mánaði í ár samanborið við í fjør. Serliga í Fuglafirði var afturgongd, hon var góð 9 prosent. Eisini í Nes og í Runavíkar kommunu var skattainntøkan minni í august í ár enn sama mánað í fjør. Á Eiði og í Sjóvar kommunu var hinvegin vøkstur í skattainntøkunum í august. Royndist august mánaður verri, so hava kommunurnar í Eysturoynni fyrstu átta mánaðirnar í ár havt størri skattainntøku samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Størsti vøksturin er í Sjóvar kommunu, har vaks skattainntøkan við góðum seks prosentum. Landskassin hevur fyrstu átta mánaðirnar í ár fingið í alt 852 milliónir krónur í inntøkum frá meirvirðisgjaldi. Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá TAKS. Sama tíðarskeið í fjør fekk landskassin 845 milliónir krónur í inntøkum frá meirvirðisgjaldi. Sostatt eru MV inntøkurnar øktar 7 milliónir krónur sammett við fyrstu átta mánaðirnar í fjør. Risastóra ferðamannaskipið Jewels of the Seas, sum vitjar í Norðhavnini í Klaksvík í dag, bar við kaðalarnar hjá Sev tvørtur um Leirvíksfjørð, tá skipið kom um átta tíðina í morgun. Heimasíðan hjá Sev skrivar í dag, at skipið bar við 60 KiloVolt loftspennið um fjørðin. Hetta gjørdi, at streymveitingin til Norðoyggjar var burtur í nakrar minuttir. Fólk frá Sev kanna í løtuni linjurnar. Eingir trupulleikar fyrr Jewels of the Seas hevur fyrr siglt gjøgnum Leirvíksfjørð uttan trupulleikar. Sambært galdandi kortum, er fríhæddin upp til linjurnar 60 metrar. Jewels of the Seas er millum 53 og 54 metrar høgt. Ovasti partur av sonevnda jólatrænum á skipinum, tað er masturin við signalljósum, er brotnað. Skipið heldur kortini leiðina fram sum ætlað í kvøld klokkan seks við kós móti Íslandi. Og tá verður siglt norður gjøgnum Djúpini, har ongar Sev linjur eru. Annað byggitilfar enn upprunaliga ætlað skal fáa prísin á nýggju fastøðini á flogvøllinum niður á tær 102 milliónir krónurnar, sum P f Vága Floghavn hevur at byggja fyri. Lægsta tilboðið er 125 milliónir krónur, og tað tilboðið eigur Articon. Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn, sigur, at samráðingarnar við byggifelagið um at fáa prísin niður úr 125 í 102 milliónir ganga væl.Hann væntar, at komið verður á mál um eina viku. Hava ikki fleiri pengar Annað tilfar verður brúkt til eitt nú gólv, tak og veggir enn upprunaliga ætlað fyri at fáa prísin niður. Farstøðin skal ikki kosta meira enn 102 milliónir, tí fleiri pengar eru ikki, og ætlanin er ikki at biðja um fleiri, sigur Jákup Sverri Kass. Og fermetratalið skal ikki minka. Nakrar byggifyritøkur vóru undangóðkendar at geva tilboð upp á farstøðina. Hini tilboðini vóru úr 153 upp í 161 milliónir. Arbeiðið upp á farstøðina byrjar í hesum mánaðinum, sigur Jákup Sverri Kass. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur sent Fíggjarnevndini fíggjarnevndarskjal, har hann biður um 600.000 krónur, so Magnus Heinason kann loysa at gera árligu yvirlitstrolingarnar sum ætlað. Pengarnir verða fluttir av øðrum kontum hjá Fiskimálaráðnum, so umbidna játtanin er útreiðslunoytral, upplýsir Bárður Nielsen, formaður í Fíggjarnevndini. Fíggjarnevndin fer at viðgera fíggjarnevndarskjalið í morgin ári fyri tingfundin, sum byrjar klokkan hálvgum tíggju. Kunnu ikki bíða eftir eykajáttanarlógini Yvirlitstrolingarnar skulu gerast nú, og tí kann játtanin ikki bíða eftir eykajáttanarlógini, sum verður fyrireikað í løtuni. Havstovan hevur ikki pengarnar til yvirlitstrolingarnar á landgrunninum, tí neyðugt varð at umvæla Magnus Heinason í summar, skuldi hann ikki verða lagdur med alla. Magnus Heinason varð lagdur um mánaðaskifti juni juli, tí skipið kravdi umfatandi umvælingar. Tær eru nú lidnar. Havstovan hevur brúkt góðar tvær milliónir krónur av rakstrarjáttanini til at umvæla Magnus Heinason. Havstovan biðið um 1,9 mill. krónur Havstovan hevur biðið Fiskimálaráðið um 1,9 milliónir krónur í eykajáttan, segði Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni, við Útvarpið fyri góðum tveimum vikum síðani. Í fyrsta umfari hevur Fiskimálaráðið biðið Fíggjarnevndina um 600.000 krónur, so Magnus Heinason kann gera yvirlitstrolingarnar. Við skipinum eru 2.000 ferðafólk, sum vitja í Klaksvík og aðra staðni í Norðoyggjum eins og summi teirra eisini fara bussferðir í Eysturoynni og Streymoynni. Jewel of the Seas liggur í Norðhavnini til kl. 18 í kvøld. Hetta er onnur ferðin, at Jewel of the Seas er í Klaksvík. Seks stór ferðamannaskip hava gjørt avtalu um at koma til Klaksvíkar í ár, og tað seinasta, Brilliance of the Seas, leggur at í Norðhavnini 11. september. Skipið tekur 2.200 ferðafólk. Nú er greitt, at allir HM undankappingardystirnir hjá føroyska A landsliðnum verða at síggja og hoyra í Kringvarpi Føroya. Talan er um bæði heima og útidystirnar, tí avtala er gjørd um rættindini til allar dystirnar. Seinnapartin í gjár skrivaðu Kentaro, sum eigur sjónvarpsrættindini til bæði heima og útidystirnar hjá Føroyum, og Kringvarp Føroya undir ein samstarvssáttmála, sum fevnir um alla kappingina. Fyrsti dysturin fríggjakvøldið Sambært avtaluni skal Kringvarp Føroya framleiða dystirnar fyri Kentaro, tó ikki dystin millum Føroyar og Týskland, tí týskarar seta so mikið stór teknisk krøv, at Kringvarpið kann ikki lúka tey. Afturfyri fær Kringvarpið rættindi til allar útidystirnar, eisini Týskland Føroyar í Hannover nú fríggjakvøldið. Rættindini fevna eisini um at stroyma dystirnar á heimasíðuni hjá Kringvarpinum, tó bert í Føroyum. Dia Midjord, kringvarpsstjóri, sigur, at báðir partar Kringvarpið og Kentaro eru nøgdir við avtaluna. Makrelur er á skránni, tá Landsstýrismálanevndin hjá løgtinginum hevur sín fyrsta fund í hesi tingsetuni. Fundurin verður fyrrapartin í dag. Høgni Hoydal kærdi løgmann og Jacob Vestergaard, landsstýrismann í fiskivinnumálum, fyri heimildarloysi og ólógligar avgerðir í fyrisitingini av makrelfiskiskapinum í 2012. Nevndin sendi kæruna til hoyringar hjá løgmanni og landsstýrismanninum í fiskivinnumálum og hevur fingið svar frá teimum. Eisini kæra um skattastigan Harafturat hevur Landsstýrismálanevndin eitt annað mál, sum ikki varð liðugt viðgjørt í undanfarnu tingsetu. Tað er ein kæra frá fýra andstøðutingfólkum, sum kærdu Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, tí hann við kunngerð ætlaði at sleppa at prístalsviðgera skattastigan. Tað halda Kristina Háfoss, Eyðgunn Samuelsen, Helena Dam á Neystabø og Poul Michelsen er brot á stýrisskipanarlógina, tí skattur kann bara ásetast við lóg, ikki við kunngerð.Lógarbroytingin bleiv tó ikki avgreidd í tinginum, tí løgmaður vildi sleppa at kanna hana fyrst. Einki frætt úr Tinganesi Løgmansskrivstovan skuldi vera liðug við hesa kanning hálvan juli. Men enn hevur Landsstýrismálanevndin ikki frætt haðani. Og uppskotið hjá Fíggjarmálaráðnum er ikki komið aftur í tingið. Tí er í veruleikanum ikki talan um nakað mál hjá Landsstýrismálanevndini í løtuni. Landsstýrið eigur at viðurkenna, at afturtøkan av uppsøgnini hjá fyrrverandi aðalstjóranum í Mentamálaráðnum er í lagi. Tað sigur Christian Andreasen, sum nú er advokatur hjá Leivi Harryson. Mánadagin fara teir á fund við landsstýrið. Tekur landsstýrið ikki afturtøkuna til eftirtektar, fer málið í rættin, sigur Christian Andreasen. Í brævinum, sum er sent til landsstýrinum verður víst á, at Leivur Harryson sum tænastumaður hevur fullan rætt til at taka uppsøgn sína aftur treytað av, at hetta verður gjørt beinanvegin. Varð tikin aftur í góðari tíð Sambært Christiani Andreasen varð uppsøgnin tikin aftur beinanvegin ella í so mikið góðari tíð, at eingin hevur havt stundir til eina neyvari viðgerð í tíðarbilinum frá tí, at Leivur Harryson segði seg úr starvi, til hann tók uppsøgnina aftur. Og tí kann landsstýrið ikki ógilda afturtøkuna, sigur Christian Andreasen. Hann sigur, at fundur er avtalaður við landsstýrið nú mánadagin. Tá fer Christian Andreasen at krevja, at landsstýrið tekur til eftirtektar afturtøkuna av uppsøgnini hjá Leivi Harryson. Verður eingin semja um hetta á fundinum mánadagin, fer málið í rættin, sigur Christian Andreasen. Stutt eftir døgurða í dag kom trolarin Rókur í Nólsoyarfjørð við polska seglbátinum, sum kom í havsneyð norður av Føroya Banka í gjár. Í Nólsoyarfirði tók sjóverjuskipið Brimil sleipið, meðan Rókur helt leiðina fram inn á Skálafjørðin. Brimil togaði síðani seglbátin til bryggju í Havn. Eitt av polsku sjófólkunum læt lív. Hjá hinum veit væl við. Tveir mans, sum fingu løstir umborð á seglbátinum, vórðu fluttir á Landssjúkrahúsið í gjárkvøldið, og teir hava tað eisini gott. Á Hotel Føroyar Tá Brimil kom á Havnina í morgun við manningini á seglbátinum, fekk Tórshavnar kommuna eina áheitan um at taka sær av og hýsa fólkunum. Tað gjørdi kommunan, og stutt fyri døgurða vórðu tey sjey fólkini, sum vóru við Brimli, flutt á Hotel Føroyar. Á tíðindafundi fyrrapartin upplýsti løgreglan, at hon ikki hevði tosað við fólkini, men at tað verður gjørt. Sjófrágreiðing Eftir føroyskari lóg skal sjófrágreiðing vera, um ein hending á sjónum krevur mannalív. Um lógin í Póllandi sigur tað sama, er løgreglan í ferð við at kanna gjøgnum Interpol. Løgreglan fær ikki svar upp á tað fyrr enn í morgin, og tá verður gjørt av, um sjófrágreiðing skal verða, verður upplýst á løgreglustøðini í Havn. Løgmaður takkar Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, hevur seinnapartin sent út tíðindaskriv, har hann takkar MRCC, donsku sjóverjuni, manningunum á Brimli, Lerki og Róki, umframt manningunum á tyrlunum hjá Atlantsflogi og sjóverjuni fyri holla arbeiðið, tá pólski seglbáturin var í havsneyð. Tað var eitt fyrimyndarligt arbeiði, framt undir truplum umstøðum í vána veðri. Við hegni forðaðu bjargingarfólkini fyri, at størri mansskaði stóðst. Mín samkensla er við avvarðandi hjá honum, ið læt lív, sigur løgmaður í skrivinum. Fyrrapartin í morgin skal Ragnvaldur Jensen av Sandi umboða Føroyar í bringusvimjing á 100 metra teininum á Paralympisku Leikunum í London. Ragnvaldur Jensen hevur áður fingið góð úrslit til stórar kappingar, og vónirnar eru eisini stórar til hesa kapping. Kappingin er hørð, og við einari tilmeldingartíð á 1 13.89 liggur Ragnvald á einum 10. plássi. Hann hevur tí vónir um at røkka einum finaluplássi. Ragnvaldur Jensen svimur klokkan 10 24 fyrrapartin í morgin, og til ber at fylgja við kappingini á heimasíðuni paralympic.org Skattainntøkurnar í stóru kommununum í Sandoynni kvinkaðu eitt vet uppeftir í august mánaði, men fyrstu átta mánaðirnar í ár er minni komið í kommunukassarnar samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Skattainntøkan í Sands kommunu vaks við nærum 11 prosentum í august, men fyri allar átta mánaðirnar er skattainntøkan minkað við góðum tveimum prosentum. Øvug gongd í smærru kommununum Gongdin er beint tann øvugta í smærru kommununum í oynni. Í Skálavík er skattainntøkan fallin við góðum 14 prosentum í august, men vaksin trý prosent fyrstu átta mánaðirnar av árinum. í Skúgvi, sum hoyrir til Sandoyar sýslu, er skattainntøkan í august minkað við 21 prosentum, men er kvinkað fimm prosent uppeftir samanlangt fyrstu átta mánaðirnar í ár. Henning Bøgesvang er tann 1.september settur sum virkandi sóknarprestur í Sandoyar prestagjaldi. Hann skal røkja starvið fram til tann 30. november. Hetta er fjórða prestagjaldið, ið Henning Bøgesvang røkir í styttri tíðarskeið, síðani hann kom aftur til Føroya, eftir at hava verið í starvi hjá donsku sjómanskirkjuni í Gøteborg. Henning Bøgesvang røkir starvið fyri Jákup Reinert Hansen, sum er farin í lestrarfarloyvi. Jákup Reinert Hansen fer at halda fram við granskingini um føroyskt kirkjulív, skrivar heimasíðan hjá fólkakirkjuni. Tað var ólógligt at krevja meirvirðisgjaldið av skrásetingargjaldinum av bilum tey seks árini frá 1999 til 2005. Tí eiga pengarnir at verða goldnir aftur. Tað er heilt greitt vanliga mannagongdin, sigur Hægstirættur, sum feldi dóm í málinum klokkan ellivu í dag. Men so kunnu tey, sum varða av landskassanum, rópa hurrá. Og øll tey, sum keyptu teir 12.000 bilarnar frá 1.mai 1999 til 28.apríl 2005, kunnu gloyma alt um at fáa pengarnar aftur. Tí Hægstirættur leggur afturat, at heilt serligu umstøðurnar í hesum máli gera, at TAKS ikki skal rinda aftur meirvirðisgjaldið, sum varð kravt av órøttum. Hægstirættur staðfesti tí dómin hjá Landsrættinum. Eingin partur skal gjalda sakarkostnaðin hjá hinum. Lækni hevur nú staðfest, at tann eini av manningini á pólska seglbátinum er deyður. Líkið av manninum er flutt í land av Brimli, sum kom á Havnina um hálvgum níggju tíðina. Eftir øllum at døma var póllendingurin raktur, tá masturin á seglbátinum brotnaði í ódnarveðrinum, og hann misti vitið. Løgreglan er nú umborð á Brimli og tosar við teir sjey póllendingarnar, sum eftir eru. Tórshavnar kommuna hevur játtað at veita teimum innivist fyribils. Bjargað í gjárkvøldið Tey tíggju fólkini, sum vórðu við pólska seglbátinum Rzeszowiak, vórðu bjargað umborð á Brimil um átta tíðina í gjárkvøldið. Tveir av manningini, sum høvdu fingið skaða, vórðu tiknir upp í føroysku tyrluna, sum flutti teir á flogvøllina, haðani teir vórðu koyrdir á Landssjúkrahúsið. Trolarin Rókur togar pólska seglbátin til lands. Tíðindafundur verður á Fiskiveiðieftirlitinum klokkan 11, og útvarpið fer at senda beinleiðis haðani. Umboð fyri Brimil, MRCC, Atlantsflog, løgregluna og Færøernes Kommando verða á tíðindfundinum. Ferðafólkastreymurin um Vága Floghavn veksur støðugt. Í august vaks ferðafólkatalið við 15,7 prosentum samanborið sama mánað í fjør. 27.229 ferðafólk komu og fóru um flogvøllin í august. Tað eru 3.687 fleiri enn sama mánað í fjør. Higartil í ár er umleið 12.000 fleiri ferðafólk komin og farin um flogvøllin enn um somu tíð í fjør. Vøksturin er góð átta prosent. Hetta er størsti vøkstur í síðani 2007 og 2008, sigur Vága Floghavn. Nógvir útlendingar Umframt at føroyingar eru farnir at ferðast meiri aftur, bendir nógv á, at tað serliga eru fleiri útlendsk ferðafólk, sum mynda vøksturin, stendur í tíðinaskrivi frá Vága Floghavn. Oljuleitingin hjá Statoil ávirkar eisini ferðafólkatalið Atlantic Airways hevur havt framgongd á øllum farleiðum uttan á Bretlandsleiðini. Har er ein lítil afturgongd. Hóast talið á ferðafólkum er vaksandi, so er nakað upp til metárið 2008. Um hálvan annan tíma verður greitt, um fjórði hvør føroyingur skal hava pengar aftur úr landskassanum yvir hundrað milliónir krónur. Ella um tað var í lagi at taka meirvirðisgjald, hóast stórt spurnartekin er sett við lógarheimildina. Tá fellur dómur í Hægstarætti. Talan er um meirvirðisgjald av skrásetingargjaldinum av bilum, sum vórðu keyptir frá 1.mai í 1999 til 28.apríl í 2005. Talan er um 12.000 bilar. Fleiri spurningar Stóri spurningurin er, um nøkur lógarheimild var at krevja gjaldið. Sigur Hægstirættur, at tað var í lagi at taka meirvirðisgjaldið, hendir ikki meira. Men sigur rætturin, at lógarheimild var ikki, so skal hann eisini svara nøkrum øðrum spurningum. Fyri tað fyrsta, eiga fólk at fáa meirvirðisgjaldið aftur Eiga tey tað, er so fimm ára fyrningarfreistin galdandi Er hon galdandi, sleppur landskassin nógv lættari. Men er eingin fyrningarfreist, skulu yvir hundrað milliónir rindast bilkeyparum aftur. Men er fyrningarfreistin galdandi, minkar talið heilt níður í fýra fimm milliónir krónur sambært tí, sum varð upplýst, tá Hægstirættur viðgjørdi málið tann 22.august. Bilsølur uppí Enn er tó ikki komið á mál, tí nú koma bilasølurnar uppí. Tað eru bilasølurnar, sum eins og allir aðrir handlar, sum krevja meirvirðisgjald fyri TAKS. Spurningurin er so, um bilasølurnar skulu gjalda meirvirðisgjaldið aftur, um TAKS verður frídømt. Skulu bilasølurnar tað, vilja tær sjálvandi hava pengarnar frá TAKS. Tað hevur eydnast vaktarskipinum Brimli at bjarga níggju av manningini á neyðstadda pólska seglskipinum norður av Føroya banka, upplýsir virkandi leiðarin á MRCC, Edvard Bjarnason. 10 fólk eru við seglbátinum. Ein tyrla sveimar uppi yvir, meðan bjargingin fer fram. Ein av manningini hevur ligið í óviti, og ein hevur fingið skaða. Brimil kom til seglbátin um hálvgum sjey tíðina, og stutt eftir byrjaði bjargingararbeiðið. Lerkur og Rókur, sum komu á leiðina seinnapartin, eru framvegis hjá bátinum. Hvussu verður við seglbátinum er ikki greitt enn, tí dentur verður lagdur á at bjarga manningini á seglbátinum fyrst. 14 umsøkjarar eru til starvið sum aðalstjóri í Vinnumálaráðnum, og seks vilja vera aðalstjóri í Fíggjarmálaráðnum. Umsóknarfreistin var úti á middegi í gjár. Av teimum 14, sum vilja vera aðalstjóri í Vinnumálaráðnum, eru fýra kvinnur og tíggju menn. Í Fíggjarmálaráðnum hava tvær kvinnur og fýra menn søkt starvið sum aðalstjóri. 62.000 krónur í løn Starvið sum aðalstjóri er tænastumannastarv, og er flokkað í 39. lønarflokki. Lønin er 57.600 krónur um mánaðin, umframt ein mánaðarlig viðbót, sum er 4.955 krónur. Aðalstjórin er ovasti ráðgevi hjá landsstýrismanninum og hevur ábyrgd av dagligu leiðsluni í ráðnum. Tey, sum verða sett, skulu hava kandidatútbúgving frá lærdum háskúla og hava týðandi leiðsluroyndir á almenna ella privata arbeiðsmarknaðinum. Fyrstu tvey árini í starvinum eru at rokna sum royndarár. Størvini verða sett sum skjótast, upplýsir Løgmansskrivstovan. Fyribils stjórar Í Vinnumálaráðnum er Gunnleyg Árnafjall virkandi aðalstjóri, eftir at Arne Poulsen varð fluttur í annað starv fyrst í mars mánaði í ár. Og í Fíggjarmálaráðnum hevur Atli S. Leo verið virkandi aðalstjóri, síðani Petur Alberg Lamhauge gavst hálvan mars í fjør. Tað kom væl minni í kommunukassarnar í Norðoyggjum í august mánaði í ár samanborið við somu tíð í fjør. Í Klaksvík er skattainntøkan 8,72 prosent minni enn í august í fjør, og í Havnannasundi er minkingin 11,37 prosent. Størsta afturgongdin er á Húsum, har inntøkan er fallin 22,69 prosent samanborið við august í fjør. Størsta afturgongdin á Viðareiði Samanlagt er talan eisini um eina afturgongd fyrstu átta mánaðirnar í ár samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Afturgongdin í kommunuskattinum hesar mánaðirnar hevur verið størst á Viðareiði 6,15 prosent. Bara í Klaksvík og í Hvannasundi er vøkstur í skattainntøkunum fyrstu átta mánaðirnar. Í Klaksvík er framgongdin 1,71 prosent, og í Hvannasundi er vøksturin 2,56 prosent. Vaktarskipið Brimil er í løtuni á veg til pólska seglskipið, sum tíðliga í morgun sendi út neyðarkall. Óli Hans Olsen, skipari, sigur, at teir rokna við at vera frammi hjá seglskipinum um seks ella hálvgum sjey tíðina. Brimil hevur fulla ferð á motorunum, og ferðin er umleið 13 míl. Fyrr enn Brimil er komin fram, verður ongin avgerð tikin um, hvat gjørt verður við neyðstadda skipið. Tyrla sveimar uppiyvir Síðan fyrrapartin hevur ein tyrla alla tíðina verið hjá skipinum, og seinnapartin komu partrolararnir, Lerkur og Rókur, fram til neyðstadda skipið. Tað hevur ikki eydnast útvarpinum at fáa samband við trolararnar. Hallur Jensen, tyrluskipari, sigur, at seglbáturin sær út til at vera í hampuliga góðum standi, men hann hevur ikki møguleika at manurera, tí ein av mastrunum hevur fingið skaða. Eftir øllum at døma hevur báturin onga maskinorku. Hóast vindurin er minkaður á leiðini, er framvegis ógvuliga høg alda. Skiparin á Brimli ber ótta fyri, at aldan er so mikið høg, at tað neyvan er ráðiligt at seta minni bát út fyri at flyta manningina á seglskipinum yvir á Brimil. Í hesi vikuni fer landsdystarfótbólturin hjá føroyska A landsliðnum aftur á rull, og hann verður at hoyra og síggja í Kringvarpi Føroya. Komandi fríggjakvøld verður fyrsti landsdysturin hjá Føroyum í hesi HM undankappingini. Dysturin er móti Týsklandi í Hannover, og nú er greitt, at hann verður sendur bæði í útvarpinum og sjónvarpinum. Útvarpið sendir upptakt til dystin frá klokkan 17.05, meðan sjónvarpið byrjar at senda klokkan 19.40. Sjálvur dysturin byrjar klokkan 19.45. Veðrið er batnað á leiðini norðan fyri Føroya banka, har ein pólskur seglbátur sendi út neyðarkall í morgun. Tyrlan hjá Atlantsflogi fann bátin fyrrapartin, og síðani hava tyrlur verið hjá bátinum alla tíðina. Tá tyrlan hjá Atlantsflogi noyddist at fara til lands aftur, tí brennievnið gekk undan, varð hon avloyst av Lynx tyrluni hjá donsku sjóverjuni. Hin bjargingartyrlan hjá Atlantsflogi avloysti síðani donsku tyrluna. Ikki hugsingur at bjarga Hallur Jensen, tyrluflogskipari, sum fann bátin í morgun, sigur við útvarpið, at veðrið var ógvusligt fyrrapartin, og hugsingur var ikki um at gera nakra bjargingarroynd. Báturin fekk ikki manurerað í høgu aldunum, tí ein av mastrunum hevur fingið skaða. Men annars fleyt hann væl og høgt í sjónum, og sá út til at vera í hampuliga góðum standi. So vandi er ikki fyri, at hann skal søkka, sigur Hallur Jensen. Óvist hvat verður gjørt Sambært Edvard Bjarnasyni, virkandi leiðara á MRCC, er enn óvist, hvat gjørt verður við pólska seglbátin. Enn er støða ikki tikin til, um báturin skal togast ti lands, ella um talan verður um at bjarga einum av manningini, sum eftir øllum at døma hevur fingið skaða. Vit fáa ikki samskift við bátin, og tí vita vit ikki, hvat tey vilja. Brimil verður hjá bátinum um tveir til tríggjar tímar, og tá vita vit helst meiri, sigur Edvard Bjarnason. Annars eru partrolararnir, Lerkur og Rókur, eftir øllum at døma komnir fram til seglbátin, og teir royna nú at stjóra eina telefon umborð, so at tað ber til at samskifta millum pólska skipið og MRCC. Nær útvarpið og sjónvarpið hjá almenna kringvarpinum fara at húsast undir sama taki, veldst um fígging og raðfesting millum nógv átrokandi mál. Tað sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, í svari til Gunvør Balle, løgtingskvinnu úr Tjóðveldi, sum spurdi, hvørjar ætlanir landsstýri hevur við kringvarpinum. Landsstýrismaðurin vísir á, at eitt av endamálunum við at leggja stovnarnar saman, var at savna alt virksemið undir einum taki, men nær tað verður, torir Bjørn Kalsø ikki at siga í dag. Selja í Vørðsluni Hann sigur, at tað hevði verið skilagott at selt ognina í Vørðsluni, har ein partur av sjónvarpsvirkseminum heldur til. Sølupeningurin kundi so verið nýttur til at fíggja nýbygging í Sortudíki. Mentamálaráðið hevur kannað spurningin, men hevur fingið at vita frá Fíggjarmálaráðnum, at sølupeningurin kann ikki markast til ávíst endamál. Bjørn Kalsø sigur, at arbeitt hevur verið við einum byggiuppskoti í Sortudíki í fýra stigum. Lagt er upp til, at fyrsta stig í stóran mun kann fíggjast við sølupeninginum, sum fæst fyri ognina í Vørðsluni, treytað av at prísurin verður umleið 15 milliónir krónur Fyri fjórðu ferð varð ein maður fyri einari viku síðani dømdur í Føroya rætti fyri at bróta lógina um rúsevni. Hesa ferð varð revsingin fýra mánaða fongsul. Maðurin játtaði seg sekan í saman við tveimum øðrum at hava smuglað 230 gramm av hassji til Føroya, síðani selja 200 gramm og roykja tað, sum eftir var, sjálvur. Men hann noktaði at hava verið við til at royna at smugla knappliga 282 gramm av hassji. Tann, sum hevði hassjið innvortis við sær til Føroya, varð tikin á flogvøllinum. Sambært ákæruvaldinum skuldi maðurin, sum varð dømdur í síðstu viku, hava hassjið, tá tað var komið til Føroya, og selja tað her. Hini ákærdu vitnaðu Hann noktaði at hava verið við í hesi royndini at fáa hassj á marknaðin í Føroyum, men varð kortini dømdur fyri hetta lógarbrotið eisini. Millum annað, tí at hini ákærdu vitnaðu móti honum. Maðurin er tríggjar ferðir áður dømdur fyri brot á lógina um rúsevni, fyrstu ferð í 2004. Annar av hinum báðum, sum tann dømdi arbeiddi saman við um hassj smuglingina, verður í dóminum hjá Føroya rætti nevndur bakmaðurin. Hesin fekk fimm mánaða fongsulsrevsing í Eystara landsrætti tann 20.august. Skotsku fiskimenninir mæla nú til, at ES alt fyri eitt fremur tiltøk móti Føroyum og Íslandi. Ian Gatt, forstjóri í felagnum hjá skotsku uppsjóvarfiskimonnunum, sigur í tíðindaskrivi, at nú er umráðandi, at ES tingið tann 12.september staðfestir heimildina at seta í verk handilsforðingar, og ikki drálar við at brúka heimildina. Hann sigur, at tá ikki bar til at finna semju á makrelfundinum í gjár, sum var á hægsta stigi, ber tað neyvan heldur til, tá embætisfólkini fara undir 14. samráðingarumfarið seint í oktober. Eisini norski fiskimálaráðharrin, Lisbeth Berg Hansen, tosar um tiltøk móti Føroyum og Íslandi. Hon sigur við NRK, at fleiri tiltøk koma, men vil ikki siga, hvørji tey verða. ES og Norra vil lata 14 pst. tilsamans Ísland heldur seg eiga 15 17 prosent av heildarkvotuni, og føroyingar siga seg eiga 15 prosent. Men tað vilja Norra og ES ikki hoyra talað um. Ísland og Føroyar kunnu fáa 14 prosent tilsamans, eru boðini haðani. Steingrímur J. Sigfússon, íslendski fiskimálaráðharrin, sigur við íslendska kringvarpið, at á fundinum í London í gjár bjóðaði Ísland sær til at fiska minni í egnum sjógvi aftur fyri atgongd til makrelin innan fyri mark hjá øðrum strandarlondum, men tað bar heldur ikki til, sigur hann. Føroyar og Ísland siga, at Norra og ES eru ikki at vika. Og Norra og ES siga júst tað sama um Føroyar og Ísland. 80.000 tons eftir Enn eru knappliga 80.000 tons eftir av makrelkvotuni í ár. Góð 60.000 tons eru fiskað higartil, upplýsir Fiskiveiðueftirlitið. Lafayette hevur ikki enn fingið nakran makrel, men hitt móttøkuskipið, Kai Yu, hevur keypt 1100 tons frá Ennibergi og Ran, sum partrola. Løgreglan boðar nú frá, at tilbúgvingarboðini, sum vórðu send út í gjárkvøldið, verða avlýst. Veðurforsagnirnar boða frá minkandi vindi út á seinnapartin og kvøldið, og tí verða átrokandi tilbúgvingarboðini frá mánakvøldinum klokkan 18, avlýst, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn. Í sambandi við ódnarveðrið varð ein tilbúgvingarmiðstøð skipað á politistøðini í Havn. Boðað er frá 35 skaðum. Teir flestu vóru í Havn. Nærum allar kommunurnar í Suðuroynni fingu meira kommunuskatt í august mánaði í ár sammett við sama mánað í fjør. Tað vísir ein nýggj skattauppgerð hjá TAKS. Størsti vøksturin er í Hvalba og á Tvøroyri, ið ávikavist fingu 25 prosent og 17 prosent meiri kommunuskatt í august samanborið við í fjør. Eisini í Fámjin, Hovi, Vági og Sumba er framgongd. Kommunurnar í Suðuroynni hava samanlagt fingið 5,5 prosent meiri í kommunuskatti í ár. Samlaði kommunuskatturin í Føroyum er slakar 23 milliónir krónur ella 2,53 hægri higartil í ár samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Í morgun klokkan 07 41 fekk MRCC Tórshavnradio eitt neyðarkall yvir satelitt frá pólska seglbátinum Rzeszowiak, sum er ein 14 metrar langur seglbátur, ið er skrásettur í Gdansk í Pólandi. Fyrsta neyðarkallið kom yvir satelitt, men seinni í morgun hoyrdist báturin senda neyðarkall yvir VHF in. Tórshavnradio fekk tó ikki samband við bátin, tí hann hoyrdist bert í brotum. Veðrið á staðnum er sera vánaligt. DMI hevur gjørt útrokning fyri økið, og teir meta alduna at vera 12 metur høga. Við so høgari aldu er eisini trupult hjá bjargingarfólkum at fáa manningina av bátinum. Trupult veður fyri bjargingartyrlurnar Føroyska bjargingartyrlan kom til bátin klokkan 10 45, men fekk fyri veðrinum einki gjørt um tað mundið. Tá tyrlan hevði verið so leingi á leiðini, sum brennievnið røkkur til, mátti tyrlan at venda við aftur. Tyrlan hjá donsku sjóverjuni, sum eisini luttekur í bjargingararbeiðnum, loysti føroysku bjargingartyrluna av, men eisini hon varð noydd at venda aftur, sigur Edvard Bjarnason á MRCC Tórshavn. Hin føroyska tyrlan hjá Atlantsflogi varð um middagsleitið eisini gjørd klár, so hon kundi luttaka í bjargingararbeiðnum, segði Edvard Bjarnason frá MRCC Tórshavn við útvarpið klokkan 12 20. Ein persónur uttan vit í bátinum Tann fyrsta tyrlan, sum í morgun kom til seglbátin Rzeszowiak fekk lorað ein hondbornan VHF umborð á pólska seglbátin, so tyrlumanningin fekk samskift við manningina umborð. Sambært MRCC, so hevði ein persónur á pólska seglbátinum fingið skaða. Edvard Bjarnason sigur við útvarpið, at eftir tí, sum fólkini á seglbátinum hava upplýst fyri tyrlumanningini, so er ein persónur uttan vit. Tyrluflogskiparar hjá Atlantsflogi, sum hava verið hjá bátinum, halda ikki, at báturin er farin so illani í ódnarveðrinum, at vandi í løtuni er fyri at seglbáturin fer at søkka. Vaktar og bjargingarskipið Brimil, verður væntandi hjá seglskipinum Rzeszowiak einaferð millum klokkan 17 og 18 seinnapartin. Ein pólskur seglbátur, sum var staddur norður av Føroya Banka, hevur sent út neyðarkall. MRCC fekk boðini, tá neyðarkallið varð sent út morgun, og Brimil og danska sjóverjan eru á veg til hjálpar. Sum skilst eru eini 10 fólk við seglbátinum. Onnur skip eru eisini á leiðini. Løgmaður hevur slept ætlanini at fara frá at seta aðalstjórar sum tænastumenn. Niðurstøðan á Løgmansskrivstovuni er, at frægast er at brúka tænastumannaskipanina, tá aðalstjórar verða settir. Tað gera okkara grannalond eisini, sigur løgmaður í svari til Kristinu Háfoss, løgtingskvinnu, sum spurdi um aðalstjórar. Trý størv fyribils sett Í løtuni eru trý av teimum átta aðalstjórastørvunum fyribils sett. Søkt er aftir aðalstjórum til Vinnumálaráðið og Fíggjarmálaráðið. Freistin at søkja tey størvini var úti á middegi í gjár. Starvið sum aðalstjóri í Heilsumálaráðnum verður lýst leyst skjótast gjørligt, sigur løgmaður. Kristina Háfoss spurdi millum annað, um ætlanin at fækka aðalráðini er slept. Løgmaður svarar, at hendan samgongan fækkaði aðalráðini úr níggju niður í átta. Eingin ætlan er um at broyta tað talið í bræði. Fyribils er eingin ætlan um at áramálsseta aðalstjórar í til dømis fimm ár. Men spurningurin hevur verið umrøddur, sigur løgmaður. Tað er framvegis nógvur vindur um alt landið, og illveðrið darvar bæði bussar og ferjur hjá Strandferðsluni. Eingin bussur hjá Bygdaleiðum koyrir í løtuni, og einstakar leiðir hjá Bussleiðini í Havn koyra ikki fyribils. Ternan, sum røkir Sandoyarleiðina, Froyur, sum siglir á Nólsoyarleiðini, Sildberin, sum siglir til Skúvoyar, og Ritan, sum siglir til Svínoyar og Fugloyar, sigla ikki fyribils. Smyril og Sam siga tó eftir ferðaætlanini. Fleiri skúlar hava eisini avlýst skúlagongdina í dag fyri veður. Minni vindur seinnapartin Veðurmenninir boða frá framvegis frá nógvum vindi fyrrapartin. Tað verður skrið ella stormur av útsynningi, í hvirlunum upp í ódn, regn ella ælingur. Seinnapartin støkkur hann vesturum og hann minkar vindin niður í hvassan vind ella skrið, og tað verður turrari í veðrinum. Um átta tíðina høvdu veðurstøðirnar hjá Landsverki hesar mátingar Kambsdalur 07 48 Boðað verður frá nógvum vindi 26 m s Sund 07 49 Boðað verður frá nógvum vindi 27 m s Klaksvík 07 49 Boðað verður frá nógvum vindi 26 m s Sandoy 07 48 Boðað verður frá nógvum vindi 31 m s Syðradalur 07 48 Boðað verður frá nógvum vindi 26 m s Porkeri 07 46 Boðað verður frá nógvum vindi 30 m s Norðskálatunnili n 07 47 Boðað verður frá nógvum vindi 31 m s Kaldbaksbotnur 07 45 Boðað verður frá nógvum vindi 36 m s Gøtueiði 07 45 Boðað verður frá nógvum vindi 38 m s Sandavágshálsur 07 46 Boðað verður frá nógvum vindi 30 m s Gjáarskarð 07 46 Boðað verður frá nógvum vindi 44 m s Oyndarfjørður 07 48 Boðað verður frá nógvum vindi 47 m s Hvalba 07 48 Boðað verður frá nógvum vindi 32 m s Mykines 07 54 Boðað verður frá nógvum vindi 33 m s Við Velbastaðháls 07 45 Boðað verður frá nógvum vindi 32 m s Jens Petur Brattalíð, ferðslusamskipari hjá Strandferðsluni, sigur, at sum veðrið hevur verið í morgun, so hevur Strandferðslan avgjørt, at eingin koyring við bussum hjá almenna flutningsfelagnum verður fyribils. Nógvi vindurin ávirkar eisini siglingina hjá Strandferðsluni. Ternan, sum siglir í Sandoynna, Froyur, ið siglir um Nólsoyarfjørð, Sildberin, sum siglir til Skúvoyar, og Ritan, ið siglir til Fugloyar og Svínoyar, sigla ikki fyribils. Nær almenna samferðslan aftur kemur í rætt lag er í løtuni ikki greitt. Sambært teimum nýggjastu veðurforsøgnunum, so fer at líða móti middegi áðrenn vindurin aftur fer at minka. Tá teir í gamla Eik Banka síðst í september í 2010 sóu hvønn vegin, tað bar, vórðu fráfaringaravtalur gjørdar við forstjóran, Marner Jacobsen, og stjóran, Bjarna Olsen. Tað var sunnudagin 26.september í 2010. Dagin fyri, at bumban brast á tíðindafundi, at Eik var um at fara á heysin. Onnur avtalan, tann hjá Bjarna Olsen, varð løgd fram í Føroya rætti í dag. Hon sigur, at Bjarni Olsen skuldi fáa løn í uppsagnartíðini, 12 mánaðir, og síðani fráfaringarløn í 18 mánaðir. Løn í 30 mánaðir. Mánaðarlønin hjá Bjarna Olsen var 125.000 krónur Omaná kemur pensjón, 18 prosent. Eykaløn fyri at útvega kapital Harafturat stóð í avtaluni, at Bjarni Olsen skuldi fáa nakrar mánaðarlønir, níggju varð nevnt í rættinum í dag, afturat, um hann hjálpti gamla Eik við at finna nýggjan kapital. Men hann varð kortini ongantíð biðin um at gera tað. Avtalan hjá Bjarna Olsen er endað í rættinum, tí hann hevur stevnt nýggja Eik, Eik Banka Føroya, tí hann varð burturvístur 30.juni í fjør fyri grovliga at hava misrøkt sítt stjórastarv sambært kanningini, sum Carsten Fode, advokatur, gjørdi fyri Fíggjarligt støðufesti um gamla Eik. Gamli Eik arbeiðsgevari Hetta gjørdi, at uppsagnarlønin steðgaði tá, hóast nakrir mánaðir vóru eftir. Og fráfaringarløn bleiv eingin, tí hon skuldi byrja 1.oktober í fjør, tá uppsagnarlønin var liðug. Bjarni Olsen hevur stevnt, tí hann heldur uppá, at nýggi Eik kundi ikki burturvísa honum. Eik Banki Føroya var ikki hansara arbeiðsgevari. Tað var gamli Eik Banki. Men Eik Banki Føroya sigur afturímóti, at hann tók við øllum skyldum og rættindum hjá gamla Eik, tá gamli Eik fór undir Fíggjarligt støðufesti. Og tað var eisini Eik Banki Føroya, sum rindaði Bjarna Olsen uppsagnarlønina og aðrar sømdir, hann hevði, so sum frían bil og fría telefon. Dómur í oktober Dómur fellur ikki fyrr enn hálvan oktober. Hetta er bara partur av málinum. Bjarni Olsen vil eisini hava rættin at siga, at hann ikki misrøkti starv sítt sum stjóri í Eik Banka, hagar hann kom 1.mai í 1999, tá sum stjóri í Føroya Sparikassa. Marner Jacobsen, sum var forstjóri, varð eisini burturvístur. Men hann ikki stevnt. Nú veðurmenninir boða frá stormi og ódn, hevur løgreglan sent út hesi tilbúgvingarboð Fólk alla staðni í Føroyum verða fyribils biðin um at tryggja leysar lutir við bústaðin og aðrar ognir. Veðurforsagnirnar boða frá stormi, við hvirlum upp í ódn, í nátt og í morgin týsdagin fyrrapart. Fólk alla staðni í landinum verða biðin um at tryggja leysar lutir við bústaðin og aðrar ognir. Nú Almannastovan og Nærverkið eru løgd saman í ein stovn, er nýggj leiðsla mannað, og hon fer til verka 15. oktober. Petra Johnsdóttir Joensen er stjóri í Almannaverkinum, sum stovnurin nú eitur. Jan Sjóstein er fíggjarleiðari, Gurið Joensen fak leiðari, Egil G.Olsen, starvsfólkaleiðari, og Frankie Jensen er KT leiðari. Fimm deplar Harumframt hevur stovnurin fimm ymiskar deplar, ið hava hvør sín stjóra. Marjun Berg er stjóri á viðskiftadeplinum, Hallur Thomsen er stjóri á menningardeplinum, Ingun Mohr Jacobsen er stjóri á trivnaðardeplinum, Eva Bennicke er stjóri á veitingardeplinum, og Gunnleyg Durhuus er stjóri á eldradeplinum. 1,7 milliardir krónur Almannaverkið er landsins størsta arbeiðspláss við 1700 starvsfólkum, sum árliga veita 14.000 borgarum tænastu ella fíggjarliga veiting. Játtanin til Almannaverkið er 1,7 milliardir krónur um árið. Makrelspurningurin varð umrøddur á ríkisfundinum í Grønlandi í síðstu viku, men komið var ikki til nakra niðurstøðu, sigur grønlendska kringvarpið, KNR. Kuupik Kleist, landsstýrisformaður, sigur seg vóna, at Danmark sum ES limaland kann finna eina loysn, sum Føroyar og Grønland eisini kunnu góðtaka. Felags støða Vit hava tosað um møguleikarnar hjá øllum trimum pørtum í ríkisfelagsskapinum at hava felags støðu í makrelspurninginum, so Føroyar sleppa undan tiltøkum, og at Grønland eisini fær rættindi at fiska makrel í egnum sjógvi, sigur Kuupik Kleist við grønlendska kringvarpið. Veðurlagsbroytingarnar hava við sær, at makrelur er komin í grønlendskan sjógv, og tí er Grønland eisini vorðið partur av makrelósemjuni. Grønlendingar vilja eins og føroyingar og íslendingur fáa lut í makrelinum, sigur KNR. Fundur í London Í dag er fundur á hægsta stigi í London um makrelbýtið, og sambært norska Fiskeribladet Fiskaren er ES farið at leggja trýst á hini starndalondini um at gera eina semju. Kanska fer tað eydnast ES londunum, Noregi, Íslandi og Føroyum at gera eina avtalu um makrelbýti longu í dag. Politisk umboð á hægsta stigi úr øllum strandalondunum eru á makrelfundi í London í hesum døgum. Norska Fiskeribladet Fiskaren skrivar, at ES leggur trýst á hini londini um at fáa eina avtalu í lag, tí ES vil hava enda á makrelósemjuni, nú samráðingar eru við Ísland um limaskap. 14 prosent tilsamans Sambært seinasta tilboðnum skuldu Ísland og Føroyar fáa 14 prosent av heildarkvotuni, men bæði londini hava higartil havnað tilboðnum. Fiskeribladet Fiskaren skrivar, at nú bendir sumt á, at Ísland og Føroyar eru sinnað at góðtaka at fáa 14 prosent tilsamans, og at kvotan verður býtt javnt millum londini, við sjey prosentum í part. Eisini ljóðar, at føroysk og íslendsk skip afturfyri skulu fáa avmarkaða atgongd til norskan og ES sjógv. Góðtaka Ísland og Føroyar at býta 14 prosent av heildarkvotuni, ber tað í sær, at norski parturin minkar umleið trý prosent, skrivar Fiskeribladet Fiskaren. Nú Bakkafrost hevur selt meirilutan í alifyritøkuni Faroe Farming, er nýggj nevnd vald, og nýggjur stjóri er eisini settur. Í nevndini sita nú Árni Rasmussen, nevndarformaður, Kaj Mohr Petersen og Regin Jacobsen, nevndarlimir. Stjórin drúgvar aliroyndir Egil Steintórsson er settur sum nýggjur stjóri í Faroe Farming. Hann byrjaði at starvast í alivinnuni í 1991, og hevur starvast hjá Faroe Farming síðani 2003 bæði í fyrisitingini og í framleiðsluni. Egil Steintórsson er íslendingur, og hevur búð í Føroyum síðani 1986. Hann er eisini kendur innan ítrótt í ymiskum høpi. 6.000 tons í ár Faroe Farming er sjálvstøðugt felag við virksemi innan aling á Trongivágsfirði, Hovsfirði og Vágsfirði, og fyritøkan hevur eisini kryvjivirki í Vági. Felagið hevur umleið 60 fólk í starvi og væntar at taka umleið 6000 túsund av laksi í ár. Starvsmannafelagið og Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum fara á fund 11. september um nýggja sáttmálan, har krøvini verða handað. Tað upplýsir leiðarin á lønardeildini, Snorri Fjallsbak. Lønardeildin hevur nógvar sáttmálar eftir at avgreiða, sum fóru úr gildi 1. oktober í fjør. Snorri Fjallsbak sigur, at talan er um einar 20 sáttmálar, sum ikki eru avgreiddir enn. Sáttmáli gjørdur við stóru feløgini Men sáttmáli er gjørdur við tey størstu feløgini, Lærarafelagið, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Pedagogfelagið.Tey feløgini fingu øll 220 krónur aftrat um mánaðin, og sáttmálarnir eru galdandi í tvey ár, til 1. oktober í 2013. Eingi feløg hava fingið meiri í løn, enn tey trý feløgini hava fingið, sigur Snorri Fjallsbak. Undan ríkisfundinum í Grønlandi ljóðaði, at løgmaður og forsætisráðharrin skuldu umrøða ríkisveitingina til Føroya næsta ár. Tað fekk Miðflokkin at gera vart við seg. Men ríkisveitingin varð als ikki viðgjørd, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. Samráðingar í heyst Løgmaður sigur, at samráðingar verða aftur í heyst um heildarveitingina, og tær verða millum føroyska og danska fíggjarmálaráðið. Í januar samdust landsstýrið og danska stjórnin um, at ríkisveitingin fyri 2012 skuldi hækka 8,6 milliónir krónur, men henda avtalan er bara galdandi í ár. Fyribils hevur danska fíggjarmálaráðið sett somu upphædd á fíggjarlógaruppskotið fyri 2013, men henda upphædd kann verða broytt eftir samráðingarnar um heildarveitingina, sum sambært løgmani verða í heyst. Fyrrapartin verður ráðharrafundur í London um makrelin. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, er farin á fundin. Upprunaliga vórðu Føroyar ikki bodnar við. Men so boðaðu fyrst Norra og síðani ES frá, at Føroyar vóru vælkomnar. Fundurin er millum strandarlondini, sum umframt Føroyar eru Norra, ES og Ísland. Londini hava higartil havt 13 úrslitaleys samráðingarumfør síðani 2009, tá Føroyar ikki longur vildu góðtaka bara at eiga knappliga fimm prosent av heildarkvotuni. Og harafturat var Ísland, sum tá ikki hevði støðu sum strandarland, farið at fiska makrel av álvara. Írar leggja trýst á Damanaki Maria Damanaki, fiskivinnukommisserur í ES, verður við á fundinum. Serliga írska fiskivinnan hevur lagt trýst á Mariu Damanaki fyri at fáa hana at halda fast og ikki slaka ein tumma fyri føroysku og íslendskum krøvunum. So seint sum í gjár hitti Pat the Cope Gallagher, írskur ES tinglimur, Mariu Damanaki. Hann minti hana á, at eingin avtala um makrelin er frægari enn ein vánalig avtala fyri ES. Burðardygdin í vanda Pat the Cope Gallagher sigur við netmiðilin Donegal Democrat, at í 2009 var føroyska makrelkvotan knappliga 28.000 tons. Í ár er hon 149.000 tons. Hann minnir eisini á, at 12.september fer Evropatingið endaliga at staðfesta heimildina hjá ES at seta føroyingum og íslendingum og øðrum londum, sum sambært ES ikki fiska burðardygt, handilsforðingar. Norski fiskimálaráðharrin, Lisbeth Berg Hansen, og íslendski starvsbróðir hennara, Steingrímur J. Sígfússon, eru eisini farin á fundin í London í dag. Høvi er nú at gera fiskivinnuna til høvuðsmotorin, sum skal skapa vøkstur.Tað sigur Búskaparráðið í nýggjastu frágreiðing síni. Búskaparráðið frøist um, at løgtingið nú hevur sett sær fyri at endurskoða allan fiskivinnupolitikkin. Hetta høvi eigur at nýtast til at skipa fiskivinnuna, so at hon aftur fer at geva yvirskot. Dirvi skal til Verandi fiskivinnupolitikkur skal ikki bert dagførast, men dirvi skal til at gera grundleggjandi broytingar. Fiskidagaskipanin og umsitingin av fiskirættindum klára ikki at gera fiskivinnuna til tann høvuðsmotorin, sum skal skapa vøkstur aftur. Vit eru í eini støðu, har okkara høvuðsvinna ikki gevur yvirskot, samstundis sum fiskastovnarnir bara minka. Sjálvandi ber tað ikki til. Seinastu árini hava vit dagført og tillagað, men vit hava ikki rokkið málinum um eina fiskivinnu, sum gevur yvirskot. sigur Thomas Dam, formaður í Búskaparráðnum. Latið ókeypis Makrelbýtið í summar vísti, at landsins virði vórðu latin mest sum ókeypis og óskipað til útvaldar skipabólkar. Her skulu greiðar leiðreglur gerast. Bæði vinnan og borgarin eiga greitt at vita, hvussu landsins ríkidømi verður býtt. Býtið skal gerast eftir marknaðarligum leisti og ikki sum nú mest einum politiskum leisti, sigur Búskaparráðið millum annað í síni nýggjastu frágreiðing, sum verður løgd fram nú. Samgonguskjalið sigur, at avreiðingargjald skal leggjast á makrel, sum útlendsk móttøkuskip keypa. Samgonguskjalið sigur, at sum mest av fiskinum skal koma upp á land í Føroyum. Tí er avreiðingargjald lagt á makrelin, sum útlendsk móttøkuskip keypa. Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, í svari til samgongufelagan Bill Justinussen í Miðflokkinum. Styggir ikki útlendingar Avreiðingargjaldið, tvær krónur fyri kilo, kann neyvan styggja móttøkuskipini, tí nú eru tvey útlendsk móttøkuskip her, sigur landssyrismaðurin í svarinum. Fyri einari viku síðani vóru fiskað 73.000 tons av makreli í føroyskum sjógvi í ár. Av teimum hava russarar fiskað 12.000 tons og íslendingar 2.000 tons. Virkini á landi høvdu tikið í móti 33.341 tonsum. Virkini hava ikki fingið makrel hvønn dag. Í miðal hava tey fingið 400 tons um dagin sambært tølunum í svarinum hjá landsstýrismanninum. Fiskimálaráðið fer ikki longur at bíða eftir danska løgmálaráðnum í málinum um Fámara. Sakførarin hjá Johan Dalsgaard, Thorkild Høyer, vil hava avgerðina um festið útsetta, til løgmálaráðið hevur avgreitt kæruna um sjálva uppboðssøluna. Nú hava partarnir í málinum fingið freist til á middegi mikudagin at koma við sínum viðmerkingum. Thorkild Høyer hevur kært, at Jens Andrias Vinther, advokatur, seldi festið á uppboðssølu fyri Búnaðarstovuna. Kgl. fyriskipan ikki galdandi Men Fútarætturin hevur svarað Fiskimálaráðnum, at kongaliga fyriskipanin frá 1936 um uppboðssølur er ikki galdandi í tí førinum, kært er um. Og púra óvist er, nær ein avgerð kemur úr danska Løgmálaráðnum, antin slíkar uppboðssølur eru yvirtikið málsøki og tí hoyra undir føroyska Innlendismálaráðið. Fiskimálaráðið hevur tí avgjørt ikki at leingja freistina at koma við viðmerkingum til ein avgerð er komin úr Løgmálaráðnum. Fólk í hinum stóra samgonguflokkinum, Fólkaflokkinum, krevja nú, at sambandsmaðurin Bjørn Kalsø fer frá sum landsstýrismaður í mentamálum. Í brævi frá formanninum í Havnar Framburðsfelagi, sum er valfelag Fólkafloksins, verður kravt, at Leivur Harryson, fráfarni aðalstjórin, má inn aftur í Mentamálaráðið, og Bjørn Kalsø má frá, um nakað dism av rættarkenslu skal vera eftir í samfelagnum, sum tikið verður til í brævinum. Grundarlag fyri misáliti Jógvan Poulsen, formaður í Havnar Framburðsfelagi, skrivar bart út, at eftir hansara tykki er grundarlag fyri einum misáliti á Bjørn Kalsø. Um misálit á Bjørn Kalsø verður reist í tinginum, so mæli eg tinglimum Fólkafloksins til at atkvøða fyri, skrivar Jógvan Poulsen. Bjørn Kalsø má frá í stundini, soleiðis at skaðin kann bøtast mótvegis Leivi Harryson og Hans Jóhannesi á Brúgv, sum ikki fekk stjórastarvið í Vinnuháskúlanum aftur, skrivar Jógvan Poulsen. Oddaliðið Eb Streymur gjørdi eitt ordans comeback , tá teir á heimavølli vunnu 3 2 á HB. Havnaliðið var annars á odda 2 0 við málum, sum Fróði Benjaminsen skoraði, áðrenn Gert Hansen fekk minkað um munin stutt fyri hálvleik. Leikferðin var høg, og gott fótbælspæl var at síggja. HB hevði onkran risamøguleika at avgera dystin í seinna hálvleiki, men teir vóru ikki nóg avgjørdir. Tá eitt korter var eftir, kom hálvskaddi liðformaðurin hjá Eb Streymi Egil á Bø inn í álopi. Hann vendi dystinum, tá hann fyrst tríggjar minuttir fyri tíð kom at standa púra fríur í brotsteiginum og stútaði bóltin í málið, og síðani í yvirtíðini var hann aftur á blettinum og tryggjaði heimaliðnum øll trý stigini. Á Tvøroyri fingu fuglfirðingar øll trý stigini, tá teir vunnu 2 1 á TB. Clayton Suarez skoraði bæði málini hjá ÍF, meðan liðformaðurin hjá TB, Óli Johannesen, skoraði upp á beinleiðis fríspark. Í Klaksvík vann Kí 2 1 á NSÍ í einum ikki serliga vælspældum dysti. Tað kom ikki lív í dystin, fyrren 20 minuttir vóru eftir at leika. Klæmint Olsen gjørdist fríur og setti bóltin trygt í netið. Bara fimm minuttir seinni javnaði Páll Klettskarð við góðum langskoti, og stutt fyri leiklok avgjørdi sami Páll Klettskarð dystin fyri heimaliðið. Víkingur vann trygt í Sarpugerði ímóti FC Suðuroy. Úrslitið av dystinum var 3 1 til heimaliðið. Hjartvard Hansen, Sølvi Vatnhamar og Kaj Leo í Bartalsstovu skoraðu málini hjá Víkingi, meðan Heini Vatnsdal átti málið hjá suðuroyingunum. B36 vann 1 0 á B68 í Gundadali. Tað hendi ikki nógv í dystinum, og tað mesta gekk fyri seg á miðjuni. Tá 20.minuttir restaðu í av dystinum, skoraði Lukasz Cieslewicz við góðum skoti beint uttan fyri brotsteigin til 1 0. B68 sendi síðani nógv fólk fram, men tað eydnaðist ikki at fáa útjavnandi málið. Støðan í Effo deildini eftir 22.umfør EB Streymur 45 ÍF 43 KÍ 40 Víkingur 40 HB 35 B36 30 NSÍ 27 B68 20 TB 19 FC Suðuroy 6 Fríggjakvøldið leikar A landsliðið ímóti Týsklandi í HM undankappingini, og sostatt er 23.umfar ikki á skránni fyrr enn 12.september. Tá eru dystirnir hesir B36 EB Streymur Víkingur ÍF KÍ TB NSÍ HB FC Suðuroy B68 Búnaðargrunnurin fer skjótast gjørligt at lýsa til sølu tær tríggjar mjólkakvoturnar, festibrævið og fjósið, sum grunnurin keypti á tvingsilsuppboði mikudagin. Selt verður hægstbjóðandi, sigur Sjúrður Knudsen, stjóri á Búnaðargrunninum. Kvoturnar eru tilsamans 755.807 litrar. Tær vórðu seldar á tvingsilsuppboði, og av tí at eingin annar bjóðaði, fekk Búnaðargrunnurin hvørja kvotu fyri 1000 krónur Búnaðargrunnurin hevur veð í kvotunum, festibrævinum og fjósinum, sum vórðu seld í Fútarættinum og keypti tí fyri at tryggja sær nakað av tí, grunnurin eigur til góðar. 1.000 krónur hvørt Búnaðargrunnurin keypti eisini festibrævið og fjósið fyri 1000 krónur hvørt.Talan er um tveir garðar á Giljanesi, Norðri í Stovu og Eyðanstova, sum løgdu saman, og triðja mjólkakvotan er á Norðoyri. Hana átti smápartafelagið Frammistova. Mjólkakvoturnar, sum nú verða seldar, eru tíggju prosent av mjólkarkvotunum, sum eru í Føroyum. Lógin um fuglaveiði skal broytast, so landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum kann friða fugl við kunngerð. Jacob Vestergaard hevur svarað spurningum frá Bjørt Samuelsen, løgtingskvinnu, um lundan, sum er minkaður nógv. Landsstýrismaðurin sigur, at hagtøl vísa, at lundastovnurin er í minking, og at stovnurin er illa fyri. Veiðitøl vísa eisini, at so at siga einki verður tikið úr stovninum nú. Fuglurin friðast ávíst tíðarskeið Jacob Vestergaard sigur, at hann hevur umrøtt málið á landsstýrisfundi. Hann ætlar at fáa lógina um fuglaveiðu broytta, so landsstýrismaðurin fær heimild í kunngerð at friða fugl ávíst tíðarskeið, um stovnurin er illa fyri. Avtalað varð, at málið skuldi takast upp aftur nú eftir ólavsøku. Málið verður ætlandi umrøtt innan stutta tíð, sigur Jacob Vestergard. Hann sigur, at hann fer kanska biðja fólk aðra staðni í landinum at gera tað sama sum tey í Mykinesi hava gjørt, at lata lundan fáa frið. Nú ein mánaður er til 1.oktober eru 20 sáttmálar á almenna arbeiðsmarknaðinum, sum annars skuldu fara úr gildi 1.oktober í fjør, framvegis í brúki, tí nýggir sáttmálar eru ikki gjørdir. Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum hevur 28 sáttmálar við fakfeløg og sjey tænastumannaavtalur. Átta nýggir sáttmálar eru gjørdir og tvær tænastumannaavtalur. Harafturat fer sáttmálin, sum Starvsmannafelagið gjørdi fyrr í ár, úr gildi tann 1.oktober, erum ein mánað. Ein krútsterkur týskur hópur er úttikin til landsdystin móti Føroyum fríggjadagin 7. september. Týska liðið hevur tveir leikarar úr Real Madrid og tveir úr Arsenal, meðan Bayern Munchen og Borussia Dortmund í týsku landskappingini annars eiga teir flestu. Týska liðið er tað næstbesta í Evropa, tað er bara Spania, sum er sterkari , segði føroyski landsliðsvenjarin, Lars Olsen, við 3 2 tá hann her fyri helt tíðindafund. Heimasíðan hjá týskafótbóltssambandinum kunngjørdi fyri løtu síðan týska hópin. Eg havi fingið at vita, at eg eri blivin fótbóltsinvalid Um man skal taka tað positiva, kundi eg ikki fingið ein betri enda. Einaferð HB altíð HB Soleiðis skrivar HB leikarin, Vagnur Mohr Mortensen, í dag á sínari Facebook vangamynd. Í dysti móti B36 mikukvøldið var hann so óheppin at koma skeivt í eina takkling, sum hevði við sær, at hann breyt skinnabeinið. Nú er staðfest, at hann kann ikki spæla aftur. Vagnur Mohr Mortensen er 29 ára gamal. Hann hevur øll árini umboðað barndómsfelagið, HB. Dysturin móti B36 varð hansara nummar 156 í fremstu deildini. Umframt at hava umboðað fleiri ungdómslandslið, spældi Vagnur Mohr Mortensen eisini fýra dystir fyri A landsliðið. Samstundis sum Arbeiðsloysisskipanin í dag hátíðarheldur 20 ára dagin, boðar Hagstovan frá, at arbeiðloysið í løtuni er tað minsta síðani januar 2010, og tað minkar framvegis. Í juli vóru 1454 fólk arbeiðsleys, 804 konufólk og 653 mannfólk. Tað eru 39 færri enn í juni. Arbeiðsloysið er minkað úr 5,6 prosentum niður í 5,4 prosent. Fyri einum ári síðani vóru 1812 fólk arbeiðsleys, ella 6,4 prosent. Í dag eru 1242 arbeiðsleys Nýggjastu tølini hjá ALS vísa, at í dag eru tilsamans 1242 fólk arbeiðsleys, 709 kvinnur og 533 menn. Hetta seinasta árið hava 224 fulltíðararbeiðsleysir menn aftur fingið arbeiði, og 143 konufólk. Arbeiðsloysið minkaði í øllum sýslum í juli. Í tali eru flest arbeiðsleys á Streymoynni, men roknað í prosentum av arbeiðsførum eru flest arbeiðsleys í Suðuroynni, sigur Hagstovan. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum eigur ikki at fáa fleiri heimildir at geva flotanum rættindi bara við at skriva og lýsa eina kunngerð. At landsstýrismaðurin skal hava beinleiðis heimildir at býta út veiðirættindi gongur móti øllum andanum í lógini um vinnuligan fiskiskap. Tað sigur Kjartan Hoydal, fiskifrøðingur. Vinnunevndin hjá løgtinginum spurdi hann, hvat hann heldur um uppskotið hjá andstøðuni um at lata onnur fiskirættindi í býti við fiskidagar fyri at verja botnfiskin undir Føroyum. Avmarkað tíðarskeið Uppskotið er at fáa sett í lógina um vinnuligan fiskiskap, at fiskifør, sum eru í fiskidagaskipanini, í eitt tíðaravmarkað skeið, kunnu fáa onnur fiskirættindi í føroyskum sjógvi ella fremmandum sjóøki í umbýti fyri fiskidagar. Síðani stendur, at landsstýrismanninum verður heimilað at áseta hetta í kunngerð. Lat meg siga beinanvegin, at eg haldi ikki hetta vera nakað gott uppskot, svarar Kjartan Hoydal. Leiðin fram er ikki at geva landsstýrismanninum fleiri heimildir at býta út tilfeingið undir Føroyum, sigur hann í brævinum til Vinnunevndina. Føroyska gulllaksa veiðan hevur nú fingið MSC stemplið, sum tann fyrsta av tí slangum í heiminum. MSC merkir, at veiðan er burðardygg og væl umsitin. Føroyingar fiska okkurt um 20.000 tons av gulllaksi um árið, serliga í juli og august. Seks skip eru á gulllaksaveiði. Skandinavisku londini og Bretland keypa gulllaksafars úr Føroyum. Norra er størsti keypari. Norra keypir okkurt um 70 prosent av farsinum. Tavan í Leirvík, Kósin í Klaksvík og Faroe Pelagic í Kollafirði taka í móti gulllaksinum. Hugsa um fiskastovnarnar MSC stemplið sigur fólki, sum keypa fisk og samstundis hugsa um fiskastovnarnar, at fiskurin, tey keypa, er ikki í vanda, tí fiskiskapurin er burðardyggur. Tað merkir, at ikki verður fiskað meira enn fiskifrøðingar halda er ráðiligt. Tavan, Kósin og Faroe Pelagic fingu sínar MSC góðkenningar í gjár. Starvið, sum Henrik Weihe Joensen hevði í samanlagda stovninum Fiskiveiðueftirlitið, Tilbúgvingarstovnurin og MRCC Tórshavn Radio, verður lýst leyst. Men starvslýsingin verður ikki tann sama sum tann hjá Henrik Weihe Joensen. Talan verður neyvan um stjórastarv, men kanska verður starvsheitið deildarleiðari, sigur Elmar Højgaard, stjóri á stovninum. Hann veit ikki, nær lýst verður eftir fólki ella, hvat starvið skal innibera. Men starvið verður í øllum førum umskipað. Samstarvstrupulleikar Samstarvstrupulleikar millum Henrik Weihe Joensen og Elmar Højgaard, stjóra á samanlagda stovninum, gjørdu, at Henrik Weihe Joensen fór úr starvi hálvan august. Elmar Højgaard tók við øllum leiðsluuppgávunum hjá Henrik Weihe Joensen, tá hann fór. Sambært avtalu við Fiskimálaráðið er Henrik Weihe Joensen tøkur hjá Fiskimálaráðnum í nakrar mánaðir at heita á í sambandi við ráðgeving í tilbúgvingarmálum. Ríkisfelagsskapurin er á ongan hátt í vanda. Og harafturat skal hann styrkjast. Tað er niðurstøðan eftir ríkisfundin í Igaliko í Suðurgrønlandi í gjár. Sermitsiaq skrivar frá tíðindafundinum eftir ríkisfundin, at Helle Thorning Schmidt, Kaj Leo Holm Johannesen og Kuupik Kleist eru samd um, at ríkisfelagsskapurin skal styrkjast. Og ríkjafelagsskapurin hjá løgmanni verður av ongum á hesum sinni. Vil hava leiðreglur Tvørturímóti segði løgmaður á tíðindafundinum, sambært Sermitsiaq, at ríkisfelagsskapurin skal ikki avtakast. Ríkisfelagsskapurin stendur fyri styrktum samstarvi. Kaj Leo Holm Johannesen segði, at tað er umráðandi at fáa leiðreglur fyri, hvussu samstarvið eigur at verða í framtíðini, eisini viðvíkjandi uttanríkispolitikkinum. Helle Thorning Schmidt, forsætisráðharri, kunngjørdi, at samstarvið í ríkisfelagsskapinum er styrkt, bæði innanríkis og uttanríkis. Samstarvsnevndir verða styrktar, og londini lata hvørjum øðrum fleiri upplýsingar. Bólkur A FC Porto Dinamo Kiev Paris SG Dinamo Zagreb Bólkur B Arsenal Schalke 04 Olympiakos Montpellier Bólkur C AC Milan Zenit Petersburg Anderlecht Malaga Bólkur D Real Madrid Manchester City Ajax Borussia Dortmund Bólkur E Chelsea Shaktar Donetsk Juventus FC Nordsjælland Bólkur F FC Bayern Munchen Valencia Lille FC Bate Borisov Bólkur G FC Barcelona Benfica Spartak Moskva Celtic Bólkur H Manchester United Braga Galatasaray CFR 1907 Cluj Virkið tekur ímóti heilum uppsjóvarfiski, og ætlanin er at virka frystan heilan fisk og flak. Framleiðsluorkan á virkinum er 600 tons um samdøgrið, og møguleikar eru at víðka framleiðsluna upp í 1000 tons um samdøgrið. Í umhvørvisgóðkenningini er serligur dentur lagdur á, at útleiðingin av framleiðsluspillivatni verður hildin innan fyri tey mørk, sum eru mett umhvørvisliga trygg. Eisini er dentur lagdur á, at innaneftirlit, umhvørvisstýrisskipan og skrásetingar eru sambært viðurkendum skipanum, og at virksemið ikki elvir til luktampar ella ljóðampar í nærumhvørvinum. Ein harður jarðskjálvti hevur í dag verið á havleiðunum við Jan Mayen. Skjálvtin varð máldur til 6,6 á Richter talvuni, sigur USGS jarðfrøðistovnurin sambært Reuters. Skjálvtin hevði miðdepil 93 kilometrar úr Jan Mayen, miðskeiðis millum Svalbard og grønlendsku eysturstrondina. Skjálvtin merktist á Jan Mayen, har hann elvdi til fleiri skriðulop, men ikki til oyðileggingar. Smáir jarðskjálvtar eru ikki óvanligir á Jan Mayen, men hesaferð var skjálvtin harðari enn teir plaga at vera. 20 fólk búleikast á Jan Mayen. Tey arbeiða á veðurstøðini og radarstøðini á oynni, ið er undir norskum valdi. Ríkisfundur er í Grønlandi í kvøld. Helle Thorning Schmidt, forsætisráðharri, Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, og Kupiik Kleist, landsstýrisformaður, hittast í suðurgrønlendsku bygdini Igaliku. Eftir at hava roynt eydnuna í grønlendskum sjógvi í eina tíð, er móttøkuskipið Lafayette aftur í føroyskum sjógvi. Skipið kemur á Runavík seinnapartin, og tá útgerð og fólk eru fingin umborð, verður kósin sett á leiðina, har føroysku skipini royna eftir makreli. M.a. skulu upp til átta eygleiðarar frá Fiskiveiðieftirlitinum umborð, tí tað stendur í loyvinum. Lafayette rindar lønina hjá eftirlitsfólkunum. Ludvík við Stein, umboðsmaður sigur, at Lafayette tók ímóti nakað av makreli í grønlendskum sjógvi, men har er fiskiskapurin av á hesum sinni. Avtala við eitt skip skip Hann sigur, at higartil er avtala gjørd við ein ísfiskatrolara, sum fer at landa til Lafayette, men ætlanin er at gera avtalu við nøkur skip aftrat. Hvønn prís skipini fáa, vil Ludvík við Stein ikki upplýsa, tí tað er ein avtala millum móttøkuskipið og skipið, sum landar. Men avtalan sigur eisini, at føroyska skipið, sum landar til Lafayette, skal rinda avreiðingar og veiðigjald til landskassan, sum tilsamans eru 2,25 krónur fyri kg. Ludvík við Stein sigur, at enn skuldi borið til hjá Lafayette at fingið makrel, tí enn eru eini 80.000 tons eftir at fiska. Í fjør tók Lafayette ímóti 65.000 tonsum av fiski, harav vóru 50.000 tons makrelur. Kai Yu tekur eisini ímóti Kinesiska móttøkuskipið Kai Yu, sum Thor hevur leigað, tekur ímóti makreli frá føroyskum skipum. Kai Yu hevur tikið ímóti 600 tonsum frá Ennibergi og Ran, sum partrola, upplýsir Fiskiveiðieftirlitið. Skipini skulu rinda 2,25 krónur fyri kg av veiðuni, og tá vektarseðlarnir eru komnir til Fiskiveiðueftirlitið, verður rokning send reiðaríunum, upplýsir Fiskiveiðieftirlitið. Eftirlitsfólk er eisini við Kai Yu. Mánadagin vórðu fiskað góð 59.500 tons av makreli, upplýsir Fiskiveiðieftirlitið. Tað vóru 36.000 tons færri enn sama dag í fjør. Sostatt eru um 80.000 tons eftir at fiska av makreli. Fáa fiskin til høldar Í Fiskimálaráðnum verður umrøtt, hvat skal gerast, fyri at fáa allan makrelin til høldar. Tað hevur víst seg, at har sum skip fiska av felagskvotu við hámárki, eru onkur skip, sum hava fiskað sín part, hóast væl av kvotu er eftir. Tí er ikki óvist, at tey sleppa at fiska meiri. Tað hevur skund at fáa makrelin til høldar, tí stutt eftir 20. september í fjør hvarv makrelurin úr Føroyskum sjógvi. Fimm milliónir akfør hava koyrt í Vágatunlinum, síðani hann læt upp fyri skjótt 12 árum síðani. Í morgun skrásetti Vágatunnilin akfar nummar fimm milliónir. Í bilinum sótu Erling Johansen og konan Julia úr Miðvági. Tey fingu handað ein kubba við 40 túrum og blómutyssi. Eisini fingu tey eitt gávukort. Vágatunnilin læt upp fyri ferðslu 10. desember í 2002. Sostatt hava fleiri enn 500.000 akfør koyrt gjøgnum tunniln um árið í meðal. Fyrsta árið koyrdu gott 360.000 akfør, og í fjør koyrdu 593.000 akfør í tunlinum. Tá Sam røkti siglingina um Vestmannasund, flutti hann 100.000 akfør um árið. Landsverk hevur longu funnið sparingar upp á Marknagilsdepilin fyri 80 90 milliónir krónur. Sostatt er sparing funnin fyri meira enn helminginum av meirkostnaðinum, sum er 155 milliónir krónur størri enn játtanin Hetta upplýsir Landsverk í tíðindaskrivi í dag. Í skrivinum verður sagt, at stovnurin í longri tíð hevur verið greiður yvir, at tilboðini fóru at liggja væl oman fyri játtanina til depilin. Tí hevur stovnurin arbeitt við at granska, hvussu kostnaðurin kann liggja nærri játtanini upp á 391 milliónir krónur. Skal ikki raka verkætlanina Dentur er lagdur á at finna sparingar, sum kunnu fremjast, uttan at tær raka byggilist, góðsku og funktionalitet, skrivar Landsverk. Landsverk metir, at tað ber til at koma so langt við sparingum í sambandi við stóru byggiætlanina, at byggingin ikki kemur í vanda, men verður framd sum ætlað. Tá arbeiðið at finna sparingar er liðugt, ger Landsverk tilráðing um hesi átøkini til Mentamálaráðið, sum er byggiánari av Skúladeplinum við Marknagil. FC Suðuroy fekk sín fyrsta sigur í bestu deildini í fótbólti í gjárkvøldið. FC Suðuroy vann 1 0 á TB í Vági. Eftir 21.umfør hevur FC Suðuroy nú seks stig fyri ein sigur og tríggjar javnleikir. Úrslitini í 21.umfari vóru annars ÍF EB Streymur 1 1 NSÍ Víkingur 1 0 HB B36 2 0 og B68 KÍ 1 3 Næsta umfar verður spælt sunnudagin. Tá eru dystirnir hesir EB Streymur HB, Víkingur FC Suðuroy, B36 B68, TB ÍF og KÍ NSÍ Valstríðið upp undir forsetavalið í USA í november harðnar. Var forsetaval í dag, hevði staðið á jøvnum millum Barack Obama, sitandi forseta, og Mitt Romney, sum týskvøldið alment varð kosin forsetavalevni hjá republikanska flokkinum. Og í gjár játtaði so 42 ára gamli Paul Ryan, úr statinum Wisconsin, at gerast varaforsetavalevni hjá republikanska flokkinum til forsetavalið. Hetta hendi á floksfundinum í Florida í gjár. Fanst at Obama Paul Ryan fanst hvassliga at Barack Obama, forseta, fyri ikki at hava gjørt nóg mikið fyri at fáa amerikanska búskapin aftur á beint. Barack Obama er ein forseti, ið skrásetir sínir lyftir sum avrik. Men eftir fýra árum er evnið ikki búskapurin hjá undanfarnum forsetum, ið Obama hevur arvað, men búskapurin, vit beint nú, segði Paul Ryan. Hann endurtók eisini lyftið hjá Mitt Romney um at strika nýskipanina av heilsutrygdini í USA, ið hevur verið eitt hjartamál hjá Barack Obama, forseta. Leiðararnir hava svikið Halda tit, at tit sita føst í dagsins búskapi, so er tað ikki tí, at tit hava svikið tykkara leiðarar, men tí, at tykkara leiðarar hava svikið tykkum, segði Paul Ryan, varaforsetavalevni hjá republikanarunum, í røðu síni í gjár. Seinastu veljarakanningarnar vísa, at tað stendur á jøvnum millum sitandi forseta, Barack Obama, og republikanska avbjóðaran, Mitt Romney. Báðir høvdu fingið 43 prosent av atkvøðunumm, var val nú. Árligi ríkisfundurin millum forsætisráðharran, landsstýrisformannin og løgmann verður klokkan fýra seinnapartin í dag grønlendska tíð, tað er í kvøld okkara tíð. Fundurin verður í Igaliku í Suðurgrønlandi. Løgmaður og hansara fólk fara úr Keypmannahavn í morgun til Narsarsuaq, hagar grønlendska sendinevndin og tann danska koma úr Nuuk. Helle Thorning Schmidt, forsætisráðharri, hevur verið á almennari vitjan í Grønlandi í nakrar dagar. Hálvur annar tími Hálvur annar tími er settur av til ríkisfundin. Eftir ríkisfundin verður tíðindafundur. Í morgin fara Helle Thorning Schmidt, Kuupik Kleist og Kaj Leo Holm Johannesen útferðir. Sambært løgmanni er millum annað menning av samstarvinum í ríkisfelagsskapinum, yvirtøka av útlendingamálum og makrel ósemjan á skránni fyri ríkisfundin í dag. Skjótt verða tríggjar mjólkakvotur til sølu. Búnaðargrunnurin keypti í gjár tríggjar mjólkakvotur frá trotabúgvum. Kvoturnar eru tilsamans 755.807 litrar. Tær vórðu seldar á tvingsilsuppboði, og av tí at eingin annar bjóðaði, fekk Búnaðargrunnurin hvørja kvotu fyri 1000 krónur Búnaðargrunnurin hevur veð í gørðunum, sum eru farnir á húsagang, og keypti tí mjólkakvoturnar fyri at tryggja sær nakað av tí, grunnurin eigur til góðar. Búnaðargrunnurin keypti eisini eitt festibræv og eitt fjós fyri 1000 krónur hvørt í Fútarættinum í gjár. Talan er um Eyðanstovugarðin á Giljanesi. Móttøkuskipið Lafayette er aftur á veg til Føroya eftir eina miseydnaða roynd í Grønlandi. Ludvík við Stein, umboðsmaður hjá Lafayette, sigur við Vágaportalin, at skipini, sum skuldu fiska og avreiða makrel umborð á Lafayette í Grønlandi, fingu einki. So tað var ikki annað at gera hjá Lafayette enn at koma aftur til Føroya, sigur Ludvík við Stein. Sambært umboðsmanninum verður móttøkuskipið á Runavík seinnapartin. Skipið fer nú at gera enn eina roynd at fáa avtalur í lag við føroysk skip um at landa umborð á Lafayette. 21.umfar í bestu fótbóltsdeildini hjá monnum verður spælt í kvøld. Á Toftum spæla B68 og KÍ, í Runavík NSÍ og Víkingur, í Havn verður grannauppgerð millum HB og B36, í Vági verur grannauppgerð millum FC Suðuroy og TB, og í Fuglafirði verður oddabrak og toppdystur millum ÍF og EB Streym. Dysturin í Vági byrjar klokkan 19. Hinir byrja allir klokkan 18 Tað hevur gingið so mikið væl at bora á Brugdu leitimiðinum á føroyska landgrunninum, at Statoil helst um tvær ella tríggjar vikur fer at almannakunngera fyrstu úrslitini. Tað sigur Jan Muller, stjóri í Føroya Oljuídnaðarbólki, sum er á oljumessu í Stavanger. Hetta er áttandi brunnurin, sum verður boraður á føroyskum øki, og tað er kinverski boripallurin Cosl Pioneer , sum borar. Borast skal niður á 4 5 kilometra dýpi, og av teimum eru tveir kilometrar basalt. Tá byrjað varð, boðaði Statoil frá, at boringin fór at taka millum fýra og fimm mánaðir, men sum skilst hevur gingist betur enn væntað. 12 brunnar Statoil hevur gjørt av at bora 12 brunnar í arktisku økjunum, tá er brunnurin á føroyska landgrunninum er íroknaður. Tað upplýsti Rúni Hansen, stjóri í Statoil í Føroyum, sum eisini er settur sum leiðari fyri ætlaninar hjá Statoil í arktisku økjunum, á oljumessuni í Stavanger. Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum. Á ríkisfundinum í Grønlandi eigur løgmaður at krevja av Helle Thorning Schmidt, forsætisráðharra, at Føroyar fáa sjálvstøðugan limaskap í WTO. Tað sigur Jákup Mikkelsen, formaður í løgtingsins uttanlandsnevnd, í einum opnum brævi til Kaj Leo Holm Johannesen. Hann vil eisini hava løgmann beinan vegin at taka stig til samráðingar við stjórnina í Kreml um ein fríhandilssáttmála við Russland. Tollurin lækkar Russland hevur fingið limaskap í WTO, og tað hevur við sær, at tollurin á fiskavørum lækkar. Men føroysku fyrimunirnir við russiskum WTO limaskapi kunnu tó fara at vísa seg at vera søga um stutta tíð, og verri enn tað, sigur Jákup Mikkelsen, sum eisini er formaður fyri tingmanningina hjá Fólkaflokkinum. Hann vísir á, at tá EFTA londini hava gjørt fríhandilssáttmála við Russland, verður russiski tollurin á fiskavørum hjá teimum helst burtur, meðan føroyskar vørur framvegis noyðast at gjalda toll eftir WTO sáttmálanum á russiska marknaðinum. Og skuldi tað hent, at ES og Russland eisini fara at gera fríhandilssáttmála, sum mangt bendir á, verður støðan enn verri fyri Føroyar. Uppskot klárt Jákup Mikkelsen sigur, at í Tinganesi og í Kreml liggur eitt liðugt samrátt fríhandilssáttmálauppskot frá árinum 2000 klárt at undirskriva. Sambært hesum uppskoti skal allur tollur í samhandlinum millum Føroyar og Russland verða tikin av. Russland gav Føroyum lyfti í 2000, at í somu løtu, Russland gjørdist limur í WTO, skuldi skrivast undir fríhandilssáttmálan, sigur formaðurin ú ttanlandsnevndini í opna brævinum til løgmann, sum í hesum døgum er á ríkisfundi í Grønlandi. Neyðugt verður at játta 50 milliónir krónur afturat um árið hetta til 2016, tá skúladepilin í Marknagili skal vera liðugur. Orsøkin er, at tilboðini upp á skúlan eru 155 milliónir krónur dýrari, enn Landsverk hevur mett. Tilboðini vórðu latin upp gjár, og sambært teimum fer handverkaraarbeiðið at kosta tilsamans 475 milliónir krónur Men Landsverk hevur mett, arbeiðið fór at kosta umleið 320 milliónir. Sambært verklagslógini, sum løgtingið samtykti í 2008, skal skúladepilin í Marknagili kosta í mesta lagi 391 milliónir krónur, og tá er innbúgvið ikki íroknað. Skarva av verkætlanini Men líkt er tó ikki til, at løgtingið verður biðið um at játta 155 milliónir krónur aftrat, tí tað er longu greitt, at skarvað verður av upprunaliga verkætlanini. Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, sigur í dag, at arbeiðið at skerja verkætlanina er byrjað, og fleiri sparingar eru á tekniborðinum. Jákup Pauli Johannesen, stjóri í Fuglark, ið hevur verið ráðgevi hjá Landsverki í sambandi við Marknagils verkætlanina, hevur ongar viðmerkingar, men vísir til stjóran á Landsverki. Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, sigur, at hann bíðar nú eftir eini niðurstøðu frá Landsverki. Hann mælir tó frá at leingja byggiíðina, tí tað fer at gera skúlan uppaftur dýrari. Kinesiska móttøkuskipið Kai Yu, sum Thor hevur leigað, tekur nú móti makreli frá føroyskum skipum. Kai Yu hevur tikið móti 600 tonsum frá Ennibergi og Ran, sum partrola, upplýsir Fiskiveiðieftirlitið. Í gjár vóru fiskað góð 59.500 tons av makreli, upplýsir Fiskiveiðueftirlitið. Hetta eru 36.000 tons minni enn sama dag í fjør. Finnur Fríði er tað skipið, ið sambært hagtølunum hevur fiskað mesta makrelin í summar. Skipið er skrásett at hava fiskað 15.200 tons. Ikki er greitt enn, um starvið, sum Henrik Weihe Joensen hevði í samanlagda stovninum Fiskiveiðueftirlitið, Tilbúgvingarstovnurin og MRCC Tórshavn Radio, verður lýst leyst. Henrik Weihe Joensen var stjóri á Tilbúgvingarstovninum, leiðari á Brunaumsjónini og fyribils leiðari á MRCC Tórshavn Radio. Samstarvstrupulleikar millum Henrik Weihe Joensen og Elmar Højgaard, stjóra á Fiskiveiðueftirlitinum og á samanlagda stovninum, gjørdu, at Henrik Weihe Joensen fór úr starvi hálvan august. Elmar Højgaard tók við leiðsluuppgávunum hjá Henrik Weihe Joensen, tá hann fór. Ósamdir um tilbúgvingina Henrik Weihe Joensen og Elmar Højgaard vóru ósamdir um, hvussu tilbúgvingin skal skipast, og um leiðsluna á samanlagda stovninum. Sjálvt navnið á nýggja stovninum kundu teir báðir ikki semjast um. Henrik Weihe Joensen vildi brúka navnið Tilbúgvingarstovnur Føroya. Men Elmar Højgaard vildi brúka gamla navnið Vaktar og Bjargingartænastan. Avgjørt er ikki enn, hvussu stovnurin skal eita, sigur aðalstjórin í Fiskimálaráðnum, Rógvi Reinert. Gevast við samanleggingini Henrik Weihe Joensen mælti eisini til at gevast við samanleggingini, men heldur skipa Tilbúgvingarstovnin og MRCC Tórshavn Radio sum ein stovn og Fiskiveiðueftirlitið og annað í ein stovn. Hann kom við uppskoti um ein heilt nýggjan bygnað. Men tað vann ikki frama í Fiskimálaráðnum. Tað verður eingin drúgv og umfatandi reglugerð gjørd um, hvussu Løgtingshúsið kann brúkast til annað enn tingarbeiði. Men tey, sum vilja sleppa at gera vart við seg í tinghúsinum, eiga at boða frá frammanundan. Formansskapurin hjá løgtinginum hevur viðgjørt spurningin, eftir at felagskapurin Verjið børnini fekk tingfólk og landsstýrisfólk at stilla upp til myndatøku í blusum, sum felagskapurin hevði við sær í tingið. Myndatøkan var í forhøllini í Tinhúsinum. Vistu einki frammanundan Hvørki formansskapurin ella umsitingin í løgtinginum visti nakað um átakið frammanundan, og tí er neyðugt við reglum um slíkt, segði Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, eftir hendingina. Formansskapurin hevur nú viðgjørt spurningin. Niðurstøðan varð, at øll, sum vilja sleppa at gera vart við seg í tinghúsinum, eiga at boða frá frammanundan, og so verður støða tikin í hvørjum einstøkum føri, um loyvi skal latast. Atlantic Petroleum hevði metgott úrslit fyrra hálvár í ár. Atlantic Petroleum framleiddi 449.000 tunnur av kolvetni fyrra hálvár, sum er tað mesta, felagið hevur framleitt fyrstu seks mánaðirnar í einum ári. Sølan, sum var 279 milliónir krónur, er eisini tað mesta, felagið hevur havt í eitt hálvt ár. Úrslitið fyri rentur og skatt fyrra hálvár 2012 var 77,2 milliónir krónur Gjaldførið hjá felagnum er nú 275,4 milliónir krónur Størri framleiðsla Ben Arabo, stjóri í Atlantic Petroleum, sigur, at framleiðslan fyrra hálvár varð størri enn roknað varð við, og tí økir felagið sínar metingar til framleiðsluna fyri árið, úr 700.000 800.000 tunnum upp í til 800.000 870.000 tunnur. Felagið væntar eisini betri úrslit fyri avskrivingar og leitikostnað fyri árið, úr 200 270 milliónir krónurupp í 270 350 milliónir krónur Sannlíkt er eisini, at Atlantic Petroleum verður við í trimum leiti ella avmarkingarbrunnum afturat í ár. Umframt Spaniards brunnin, sum verður boraður seinni í ár í bretskum øki, er felagið í sámráðingum um tveir aðrar brunnar. Harumframt fann felagið olju á Orchid leiðini í bretskum øki í vár, og Atlantic Petroleum er við í Brugduboringini á føroyskum øki í løtuni. Kringvarpsstjórin seinastu fýra árini, Annika Mittún Jacobsen, er farin í annað starv, og 1. august tók Dia Midjord við sum stjóri í Kringvarpinum. Í hesum sambandi verður skipað fyri almennari móttøku í kringvarpshúsinum í Sortudíki fríggjadagin 31. august, frá klokkan 15 til 17. Fríggjadagin í næstu viku fer løgtingið at viðgera lógaruppskotið hjá Vinnumálaráðnum, sum skal avmarka útlendskan eigaraskap í føroysku alivinnuni. Broytingin, sum skal koma í gildi 9.august í ár, sama dagin, sum uppskotið kom í løgtingið, hevur fingið misjavna móttøku bæði í vinnuni og í politisku flokkunum. Fyrsta viðgerð hevur ikki verið enn, tí uppskotið varð sent til hoyringar, eftir at tað varð lagt fram í tinginum. Er longu komin í gildi Lógarbroytingin virkar frá 9.august, tí tað er hugsandi, at útlendsk alifeløg, eftir at uppskotið er lagt, fram fara at royna at fáa ræði á føroyskum alifyritøkum, áðrenn uppskotið kemur í gildi sum lóg og fær virknað, sigur Vinnumálaráðið í viðmerkingunum um lógarbroytingina. Sama grundgeving er galdandi viðvíkjandi hoyringini. Var uppskotið farið til hoyringar fyrst, var hugsandi, at útlendsk alifeløg fóru at gera sær dælt av tí. Vinnumálaráðið hevur leingi arbeitt við uppskotinum. AElig tlanin var at fáa tað í løgtingið í vár, men tað lukkaðist tó ikki. Hoyringarfreistin var úti í gjár. Framvegis er nógv minni av makreli fiskað í føroyskum sjógvi í ár, sammett við sama tíðarskeið í fjør. Tað vísa nýggjastu tølini frá Fiskiveiðieftirlitinum, sum Vágaportalurin hevur biðið um. Til í gjár vóru fiskað góð 59.300 tons av makreli. 28. august í fjør høvdu føroysk skip fiskað 95.600 tons. Munurin er góð 36.000 tons, staðfesta tølini frá Fiskiveiðieftirlitinum. Finnur Fríði bestur Finnur Fríði er tað skipið, ið sambært hagtølunum hevur fiskað mesta makrelin í summar. Skipið er skrásett at hava fiskað 15.200 tons. Føroyska eginkvotan er góð 148.000 tons. Nakað er latið burturav í fiskivinnusamráðingum við onnur lond, so samanlagt hava føroysk skip loyvi at fiska 134.000 tons av makreli, meðan hann er í føroyskum sjógvi. Harumframt koma 6.000 tons, sum lupu av í fjør. So samanlagt eru bara 43 prosent av føroysku makrelkvotuni fiskað. Í fjør góvust skipini at fiska makrel 23. september. Tilboðini um størri makrelkvotur, sum Føroyar og Ísland hava fingið, eiga at verða tikin aftur. Og svartkjaftaavtalan skal endurskoðast. Tað krevur vinnan í Noregi og ES, sum hevur hvest svørðið nú nakrar dagar fyri toppfundin um makrel, sum verður í London mánadagin. Tað hendi á fundi við Mariu Damanaki, fiskivinnukommisser í ES, í Brússel fyrradagin. 11 krøv Maria Damanaki varð biðin um at brúka alla sína politisku megi til at fáa eina, sum tikið verður til, rættvísa loysn á trætuni um makrelbýtið. Vinnan legði 11 krøv fyri Mariu Damanaki. Krøvini eiga at verða grundarlagið undir nýggjari avtalu um makrelin, siga vinnulívsfólkini í ES og Noregi. Tey siga eisini, at eingin avtala er betri enn ein vánalig avtala. Eitt krav er, at Grønland, sum nú er farið at fiska makrel av álvara, ikki fær støðu sum strandarland og heldur ikki lut í kvotubýtinum. Eitt annað krav er, at ES gevst við at samráðast við Ísland um limaskap. Krevja 15 prosent Sambært gomlu avtaluni um makrelin eiga Føroyar knappliga fimm prosent av heildarkvotuni. ES og Norra eru komin upp á átta prosent til Føroya, men Føroyar krevja 15 prosent. Kvotan, sum Føroyar hava givið sær sjálvum í ár, er tó nøkur og tjúgu prosent. Mánadagin hava strandarlondini fund á ráðharrastigi um makrelin. Fundurin verður í London. Grundleggjandi ósemja um tilgongdina at seta nýggjan stjóra á Vinnuháskúlanum var orsøkin til, at Leivur Harryson skuldi burtur úr Mentamálaráðnum. Tað vísa skjøl í aðalstjóra málinum, sum útvarpið hevur fingið fatur á. Sambært aðalstjóranum hevði landsstýrismaðurin í mentamálum longu tíðliga í setanartilgongdini gjørt av, at innstillaði nummar tvey, Vilhjálmur Gregoriussen, skuldi setast í stjórastarvið á Vinnuháskúlanum. Men fakligu argumentini fyri at velja hann fram um eitt greitt tilmæli frá samdari setanarnevnd, ið innstillaði Hans Johannes á Brúgv sum nummar eitt, vantaðu. Draga ikki eina línu Skjølini í málinum vísa týðiliga, at landsstýrismaðurin og aðalstjórin draga ikki eina línu í málinum um setan av stjóra á Vinnuháskúlanum. Landsstýrismaðurin tvíhelt um at seta nummar tvey. Meðan aðalstjórin tvíhelt um at fylgja innstillingini og seta nummar eitt. Og sambært aðalstjóranum vórðu vanligar mannagongdar ikki fylgdar í hesum máli. Ósemjan millum Bjørn Kalsø og Leiv Harryson endar við eini uppgerð á skrivstovuni hjá aðalstjóranum, mikumorgunin 15. august. Í frágreiðing til løgmansstjóran um henda fund skrivar Leivur Harryson soleiðis Beint áðrenn tú ringdi mikumorgunin 15. august 2012, hevði landsstýrismaðurin leika í inni á míni skrivstovu fyri opnari hurð. Evnið var setanin av stjóra á Vinnuháskúlanum, og anleidningurin var serliga ein sakligur teldupostur, eg hevði sent landsstýrismanninum kvøldið fyri, har eg millum annað júst vísi á, at tað er umráðandi at fáa eitt gott arbeiðslag, nú setanin er avgreidd. Víðari skrivar aðalstjórin Ongantíð áður havi eg upplivað slíkt í mínum vaksna lívið, og eg var sera illa við og illa fyri av hesum. Eg var reint fatkiskt við at skriva til landsstýrismannin, at eg eftir hansara sera óhøviska atburð, har hann rópti og leikaði í fyri opnari hurð, kendi meg noyddan at fara til hús fyri dagin. Onnur útgáva Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, hevur tó eina aðra útgávan av sama fundi. Sambært landsstýrismanninum vóru hansara ørindi at tryggja sær, at løgfrøðilig ráðgeving var við í viðgerðini av einum øðrum máli, ið hevði skund. Tá eingin slík var tøk í Mentamálaráðnum henda dagin, gjørdist tónin hvassur, og tað ávirkaði restina av fundinum. Landsstýrismaðurin skrivar til løgmansstjóran, at vit vóru í løtum eitt sindur harmæltir, tá vit samskiftu hendan morgunin, men eftir míni bestu sannføring vóru bæði tónalag og atburður á fundinum okkaramillum kortini á einum støði, sum aðalstjórin, ið eg veit, sjálvur til tíðir bæði kann verða sera avgjørdur og hartil eisini harmæltur illur , eigur at tola uttan trupulleikar. 15. august skuldi síðani vísa seg at vera seinasti arbeiðsdagur hjá Leivi Harrysyni í Mentamálaráðnum. Eik hevði góðar 25 milliónir krónur í avlopi fyrra hálvár eftir skatt. Fyri skatt er úrslitið góðar 31 milliónir. Fíggjarstøðan javnvigar við átta milliardum krónum, og eginpeningurin er 1,3 milliardir. Útlánini fyrra hálvár vóru slakar fimm milliardir krónur, ella tað sama sum við ársenda í 2011. Eik sigur, at minkingin í útlánum er steðgað, men innlánini, 6,4 milliardir, eru eitt vet hægri enn við ársenda í fjør. Rinda lán aftur Solvensurin er 22,5 prosent og tøki peningurin nærum tríggjar ferðir lógarkravda minstamarkið. Tí ber til við tøkum peningi at rinda aftur eina milliard krónur, sum er eftir av skuldini, ið danski staturin veðheldur fyri. Fyrra hálvár hevur bankin framt niðurskrivingar fyri 46,4 milliónir krónur. Rakstrarúrslitið er tí framvegis merkt av niðurskrivingum upp á ognir, sum vórðu yvirtiknar frá gamla Eik Banka. Fyrra hálvár hevur hilnast væl, og Eik heldur fast við útlitini um avlop í 2012, sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í Eik Banka. Skúladepilin í Marknagili í Havn Føroya størsta byggiætlan nakrantíð verður 155 milliónir krónur dýrari enn mett. Tað varð staðfest, tá tilboðini upp á skúladepilin á Marknagili vórðu latin upp á Landsverki í dag. Meirkostnaðurin er størri, enn vit høvdu væntað, ásannar Ewald Kjølbro, stjóri í Landsverki, sum nú setir eina spariætlan fyri byggingina av skúladepilinum á Marknagili í verk. TG Verk lægstu boðini Íslendska fyritøkan TG Verk átti lægsta boðið upp á allar stær stórur entreprisurnar jørð, kloakk, betong og stálarbeiði, innilokanina, innrættingina og múrararbeiði. TG Verk skal eisini samskipa sjálvt byggiplássið. Articon átti hinvegin lægsta boðið upp á lendisarbeiði, El Team Vest lægsta boðið upp á el arbeiði, Demich upp á HVS, luftskipanir og annað, og Anskar Hansen hevði lægsta boðið upp á málaraarbeiði. Ein nýggj roynd verður nú gjørd at ala á Sandsvág og at hagreiða fiskin í einum virki á Sandi.Tað er Poul Hansen, advokatur, sum fyri feløgini, Kimbil og Bacalao, hevur søkt um ali og smoltloyvi frá Vinnumálaráðnum. Tað almenna arbeiðir við at fáa fleiri aliøkir til vega í Føroyum, og tí ræður um at liggja framvið, fyri at sleppa upp í part. Tí hevur Poul Hansen, advokatur biðið Vinnumálaráðið um loyvi at ala smolt í smoltstøðini í Norðradali, og loyvi at fara undir aling á sjónum á Sandsvág, í Hestfirði og út fyri Nesi í Eysturoy. Keypt smoltstøð Poul Hansen sigur, at hann í eina tíð hevur arbeitt við ætlanini, saman við serkønum. Tí varð smoltstøðin í Norðradali keypt í fjør, samstundis sum økið sum smoltstøðin stendur á, varð keypt frá Búnaðarstovuni. At feløgini hava søkt um at sleppa at ala á Sandsvág, í Hestfirði og út fyri Nesi, er tí, at tey økini verða mett sum væl egnað til laksaaling. AElig tlanin er, at aldi fiskurin skal hagreiðast á einum virki á Sandi, annaðhvørt í bygninginum sum stendur á havnaøkinum, um hann fæst til keyps fyri rímiliga upphædd, ella í einum virki, sum verður bygt til endamálið. Stovna felag Fáa feløgini loyvi at fara undir aling, so verður eitt felag stovnað, sum skal standa fyri alingini. Og tá er ætlanin at onnur skulu sleppa upp í part, sigur Poul Hansen. Hann leggur dent á, at talan verður um eitt føroyskt felag burturav, og í viðtøkunum skulu gerast avmarkingar um, at ein tepur meiriluti av eigarunum, ikki kann selja felagið til aðrar, ella til sín sjálvs. Verður loyvið givið til at ala, so er ætlanin at byrja varisliga, og síðani at útbyggja virksemið eftir tørvi, sigur Poul Hansen. Tann 24.januar varð avgjørt at leggja saman Fiskiveiðueftirlitið, Tilbúgvingarstovnin og MRCC Tórshavn Radio. Elmar Højgaard, stjóri á Fiskiveiðueftirlitinum, bleiv stjóri á nýggja stovninum. Henrik Weihe Joensen, stjóri á Tilbúgvingarstovninum, fekk leiðandi uppgávur, til dømis sum leiðari fyri MRCC Tórshavn Radio og samskipandi leiðsluuppgávur í sambandi við tilbúgvingarætlanir. Seinni mælti Henrik Weihe Joensen frá at seta Elmar Højgaard sum stjóra, men lýsa starvið leyst. Longu tríggjar vikur seinni byrjar samstarvið millum Elmar Højgaard og Henrik Weihe Joensen at skinkla. Ikki rætt at leggja saman Í einum uppriti, sum Henrik Weihe Joensen skrivaði eftir fund millum teir báðar tann 16.februar, stendur, at Elmar Højgaard helt tað ikki vera rætt at leggja saman tilbúgvingina á landi, sum Tilbúgvingarstovnurin varðar av, og tilbúgvingina á sjónum, sum Fiskiveiðueftirlitið og MRCC Tórshavn Radio varða av. Men Henrik Weihe Joensen helt tað vera rættast at hava bæði í einum stovni, nýggja samanlagda stovninum. So koma vit til 20.apríl. Tá kemur ósemjan millum Elmar Højgaard og Henrik Weihe Joensen av álvara undan kavi í fundarfrásøgn frá fundi millum Elmar Højgaard og Rógva Reinert, aðalstjóra. Á fundinum segði Elmar Højgaard, at hann og Henrik Weihe Joensen høvdu tosað um samanleggingina dagin fyri. Einki úrslit Fundurin endaði uttan úrslit og beinleiðis í ósemju millum Elmar Højgaard og Henrik Weihe Joensen, stendur í fundarfrásøgnini. Síðani stendur, at Elmar Højgaard hevði mælt til, at Henrik Weihe Joensen fór aftur í sítt gamla starv. Tað merkir, at Henrik Weihe Joensen hevur dagligu leiðsluna av Brunaumsjónina og ábyrgdina av tilbúgvingarsamskipan og ráðgeving. Heitið kundi verið deildarleiðari við tilvísing til Elmar Højgaard. Henrik Weihe Joensen fekk eisini at vita, at eingin varastjóri skuldi vera á samanlagda stovninum. Tá Elmar Højgaard er burturi í feriu, hevur hann avloysara, men ætlanin er tó ikki, at Henrik Weihe Joensen skal avloysa Elmar Højgaard, tá Elmar Højgaard er burturi. AElig tlanin er heldur ikki, at Henrik Weihe Joensen framhaldandi skal hava leiðsluuppgávuna á MRCC Tórshavn Radio. Og síðani stendur, at Elmar Højgaard kunnaði um, at Henrik Weihe Joensen vísti sera stóra misnøgd við ta ætlan, Elmar Højgaard hevði við hansara starvi og fór á ongan hátt at góðtaka ætlanina. Elmar Højgaard endaði kunningina við at siga, at grundarlagið fyri samstarvi millum hann og Henrik Weihe Joensen ikki er til staðar, og framtíðar samstarv var ikki møguligt. Henrik kærdi Rógvi Reinert kundi siga við Elmar Højgaard, at hann hevði fingið eina klagu frá Henrik Weihe Joensen um, at Elmar Højgaard hevði hótt hann við uppsøgn. Aðalstjórin tosaði eisini við Henrik Weihe Joensen. Tá fekk aðalstjórin eisini at vita, at eingin møguleiki var fyri samstarvi. Henrik Weihe Joensen kundi ikki góðtaka, at hann verður málsviðgeri og ein parantes í nýggja bygnaðinum, at hann fær ikki nøktandi tyngd í starvi sínum við Elmari Højggard sum stjóra, og at hann hevur lagt upp til samstarv, men tað ber ikki til. Henrik Weihe Joensen leggur eisini Elmar Højgaard undir ikki at vilja hava eina tilbúgvingarlóg, tilbúgvingarætlan ella eina samvirkandi tilbúgving. Uppskot um nýggjan bygnað Henrik Weihe Joensen mælti eisini til at sleppa ætlanini um samanlegging, men heldur skipa Tilbúgvingarstovnin og MRCC Tórshavn Radio sum ein stovn og Fiskiveiðueftirlitið og annað í ein stovn. Hann kom rætt og slætt við uppskoti um ein heilt nýggjan bygnað. 26.juni ger Rógvi Reinert eina roynd at loysa málið við at taka Henrik Weihe Joensen úr samanlagda stovninum, so hann fekk leiðsluábyrgd av brunaumsjónarpartinum, sum eisini skuldi takast úr samanlagda stovninum, við beinleiðis tilvísing til aðalstjóran. Men Henrik Weihe Joensen vildi eisini umsita leiðsluna av MRCC Tórshavn Radio. Niðurleggja samstarvið Og 11.juli bað Rógvi Reinert Henrik Weihe Joensen koma á fund. Fundarevnið var niðurlegging av samstarvi. Henrik Weihe Joensen og Fiskimálaráðið vóru ikki samd um bygnaðarligar spurningar viðvíkjandi tilbúgvingini, og hvussu tilbúgvingin skal skipast sum heild. Semja bleiv ikki um fráfaringaravtalu á tí fundinum. Men 15.august komu hesi tíðindi frá Fiskimálaráðnum Stjórin á Tilbúgvingarstovni Føroya, Henrik Weihe Joensen, sum seinastu tíðina eisini hevur verið virkandi stjóri á MRCC Tórshavn Radio, og Fiskimálaráðið hava gjørt semju um at niðurleggja samstarvið frá í dag, 15.august 2012, at rokna. Elmar Højgaard, forstjóri, tekur yvir leiðsluuppgávurnar hjá Henrik Weihe Joensen. Norski forsætisráðharrin, Jens Stoltenberg, biður nú um umbering fyri, at tað ikki eydnaðist at steðga Anders Behring Breivik, áðrenn hann drap 77 fólk 22. juli í fjør. Fyrrapartin hevur Stoltenberg gjørt viðmerkingar í Stórtinginum til lemjandi atfinningarnar hjá 22. juli nevndini móti norsku tilbúgvingini og mynduleikunum. Jens Stoltenberg ásannar, at nevndin hevur avdúkað mistøk, brek, vantandi mannagongdir, skipanir, sum sviku, og skeivar niðurstøður, sum vóru gjørdar bæði undan og aftan á drápini lagnudagin í fjør. Kundi verið steðgaður Drápsmaðurin kundi verið steðgaður fyrr. Tað varð hann ikki. Størri tilbúgving átti at verið sett í verk. Tað var ikki gjørt. Og Grubbegata átti at verið stongd. Tað var hon ikki, viðgekk Stoltenberg. Grubbegata er gøtan, sum gongur inn til stjórnarbygningarnar, har Breivik legði eina bumbu, sum drap átta fólk. Stoltenberg ásannaði, at tað ber ikki til at rættað gjørd mistøk. Men vit kunnu læra av fortíðini og viðganga, at vit gjørdu mistøk, og gera tað, sum skal til fyri at skapa eina tryggari framtíð. Betri tyrlutilbúgving Millum annað fer Stoltenberg at taka stig til eina betri tyrlutilbúgving. Eftir drápini á Utøya varð serliga funnist at politinum fyri ikki lata tyrlur fara á flog nógv fyrr, meðan Breivik í úti við ein tíma gekk runt á oynni og skeyt frá hond. 69 ungfólk lótu lív á Utøya áðrenn tað eydaðist politinum at steðga Anders Bering Breivik Málið um fráfarna aðalstjóran í Mentamálaráðnum endar møguliga í rættinum.Tað gera Leivur Harryson og advokatur hansara, Hans Trúgvi Teirin, greitt. Tá fjølmiðlar bóðu um innlit í málið, fekk nú fyrrverandi aðalstjórin innlitsumbønina til ummælis. Leivur Harryson vil ikki hava málið út til almenningin. Eftir hansara tykki er talan um eitt sonevnt virkið starvsfólkamál , ið ikki er eigur at verða fevnt av innlitsumbønini. Í øðrum lagi heldur fyrrverandi aðalstjórin, at her er talan um innanhýsis arbeiðsskjøl. Og víðari skrivar Leivur Harryson, at í triðja lagi vil eg vísa á, at samskifti tingingar er í løtuni um míni starvsviðurskifti, og at eitt rættarmál í hesum sambandi kann koma upp á tal. Løgmansskrivstovan hevur fyribils ikki vilja útflýggjað skjølini í uppsagnarmálinum. Segði seg úr starvi Úr journalyvirlitinum framgongur, at Leivur Harryson segði seg úr starvi í telduposti til Marjuna Hanusardóttir, løgmansstjóra, og Bjørn Kalsø, landsstýrismann, mikukvøldið 15. august, klokkan 22 40 Morgunin eftir, klokkan 06 38, sigur Leivur Harryson í telduposti til Marjuna Hanusardóttir, at hann fer at leita sær ráðgeving í sínum starvsviðurskiftum. Klokkan 07 55 sama hósmorgun sendir Leivur Harryson teldupost til landsstýrismannin í mentamálum, har hann takkar fyri samstarvið, og annars boðar frá, at hann í gjárkvøldið hevur ruddað upp á síni skrivstovuni og kemur ikki aftur til arbeiðis í Mentamálaráðnum. Klokkan níggju svarar Marjun Hanusardóttir, har hon váttar móttøku av uppsøgnini og játtar at Leivur Harryson tekur upp samband við ráðgeva. Tekur uppsøgnina aftur Ráðgevin hjá aðalstjóranum, Hans Trúgvi Teirin advokatur, mælir sama fyrrapart Leivi Harryson til at taka uppsøgnina aftur sum skjótast. Tað ger Leivur Harryson klokkan 15 20 sama hósdag, 15. august. Ein tíma seinni, klokkan 16 22, fær Leivur Harryson teldupost frá løgmansstjóranum. Ikki um afturtøkuna av uppsøgnini, men í staðin eina fráboðan um, at landsstýrismaðurin fer at kunna starvsfólkini í Mentamálaráðnum um, at aðalstjórin ikki kemur aftur til arbeiðis. Klokkan 16 28 sendir advokaturin hjá Leivi Harryson teldupost til løgmansstjóran, har hann tekur uppaftur, at uppsøgnin er tikin aftur. Hálvan tíma seinni sendir Løgmansskrivstoan út tíðindaskriv, har boðað verður frá, at Leivur Harryson hevur sagt seg úr starvi sum aðalstjóri, og at Poul Geert Hansen er nýggjur aðalstjóri í Mentamálaráðnum. Á veg í rættin Men málið endar ikki her. Hans Trúgvi Teirin, advokatur hjá Leivi Harryson, váttar í dag fyri útvarpinum, at málið er á veg í rættin. Tað snýr seg um at fáa landsstýrið at viðurkenna, at afturtøkan av uppsøgnini er í lagi. Heldur landsstýrið fast um, at uppsøgnin framvegis skal takast til eftirtektar, so endar málið í rættinum, sigur Hans Trúgvi Teirin. Hann fer tá at royna at fáa rættin at noyða landsstýrið at viðurkenna afturtøkuna av uppsøgnini. Tað merkir, at landsstýrið skal viðurkenna, at Leivur Harryson enn sum áður er tænastumaður í aðalstjórastarvi. Higartil hevur Leivur Harryson noktað fjølmiðlunum innlit í málið. Men endar málið í rættinum, so fer stevningin at innihalda øll skjøl í málinum, sum tá verða almannakunngjørd, sigur Hans Trúgvi Teirin. Rúkandi ósemja millum Elmar Højgaard og Henrik Weihe Joensen um tilbúgvingina og starvið hjá Henriki Weihe Joensen gjørdi, at samstarvið millum Fiskimálaráðið og Henrik Weihe Joensen endaði. Annar vildi hava alla tilbúgvingina í einum stovni, tað vildi hin ikki. Tann 24.januar varð avgjørt at leggja saman Fiskiveiðueftirlitið, Tilbúgvingarstovnin og MRCC Tórshavn Radio. Vildi lýsa leyst Elmar Højgaard, stjóri á Fiskiveiðueftirlitinum, bleiv stjóri á nýggja stovninum. Henrik Weihe Joensen, stjóri á Tilbúgvingarstovninum, fekk leiðandi uppgávur, til dømis sum leiðari fyri MRCC Tórshavn Radio og samskipandi leiðsluuppgávur í sambandi við tilbúgvingarætlanir. Seinni mælti Henrik Weihe Joensen frá at seta Elmar Højgaard sum stjóra, men lýsa starvið leyst. Longu tríggjar vikur seinni byrjar samstarvið millum Elmar Højgaard og Henrik Weihe Joensen at skinkla. Ósemja var eisini um, hvussu nýggi stovnurin skuldi eita. Henrik Weihe Joensen vildi brúka navnið Tilbúgvingarstovnur Føroya. Men Elmar Højgaard vildi brúka gamla navnið Vaktar og Bjargingartænastan. Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum klokkan 12.20 Ein nýggjur leikari er á veg inn í føroysku alivinnuna. Dimmalætting skrivar, at eitt felag undir stovnan hevur søkt Vinnumálaráðið um aliloyvi á trimum aliøkjum. Tað eru partafeløgini Bacalao og Kimbil, sum hava tikið stig til nýggja felagið. Eisini smoltstøð og sláturvirki AElig tlanin er at fara undir aling út fyri Nesi í Eysturoynni, í Hestfirði og á Sandsvág. Eisini er ætlanin at lata smoltstøðina í Norðadali uppaftur og at hava sláturvirki á Sandi. Verður umsókin gingin á møti, verður felagið stovnað, og onnur fáa eisini møguleika at seta pening í. Poul Hansen, advokatur, sum vegna feløgini hevur sent umsóknina til Vinnumálaráðið, sigur við Dimmalætting, at bara føroyskir íleggjarar sleppa at seta pengar í nýggja alifelagið. Skráseting Føroya hevur sent 74 feløg í skiftirættin til tvingsilsavtøku, tí at tey framvegis ikki hava latið inn roknskapin fyri 2011. Skiftirætturin skal nú viðgera tey 74 feløgini fyri at fáa greiði á, um nøkur ogn er í feløgunum. Er nakað at fara eftir, verður farið undir trotabúarviðgerð. Er einki at fara eftir, verður felagið upployst uttan nakra viðgerð. Tað er rættiliga vanligt, at feløg verða send í skiftirættin, tí tey ikki lata inn roknskap. Í fjør vórðu 87 feløg send í skiftirættin, og fyrraárið var talið 90. Feløg hava skyldu at lata inn roknskap seks mánaðir eftir at roknskaparárið endar. 3. juli í ár sendi Skrásetingin rykkjarar til umleið 1000 feløg, sum framvegis ikki høvdu latið inn roknskapin fyri 2011. Fríggjadagin fall hamarin hjá teimum, sum framvegis ikki høvdu latið inn roknskapin, og 74 feløg vórðu tí send í skiftirættin til tvingsilsavtøku. Innlit verður ikki givið í innanhýsis skjølini frá fullveldissamráðingunum fyri 12 árum síðani. Tað sigur Helle Thorning Schmidt, forsætisráðharri, í svari til Edmund Joensen, fólkatingsmann. Forsætisráðharrin vísir í svarinum á, at talan er um innanhýsis metingar hjá táverandi stjórn. Tað skal vera gjørligt hjá einari stjórn frítt, formleyst og uttan órógvan at umhugsa og skifta orð um sína luttøku í samráðingunum , heldur forsætisráðharrin. Órímiligt Sjálvandi skal ein stjórn hava arbeiðsfrið. Fullveldissamráðingarnar endaðu tó fyri 12 árum síðani. Tað er órímiligt og nørir um myturnar, at stjórnin og landsstýrið bøla oman á skjølunum. Vit mugu staðfesta, at evstu myndugleikar í Føroyum og Danmark vísa vantandi opinleika og virðing í hesum álvarsmáli. Føroyingar hava eitt rímiligt krav at vita, hvat fór fram inni við samráðingarborðið, og hvørjar tankar partarnir gjørdu sær, áðrenn, undir og eftir samráðingarnar, sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður, sum reisti spurningin á fólkatingi. Fíggjareftirlitið hevur ikki hóming av, hvat í veruleikanum fyriferst í bankunum. Tað sigur Henning Kruse Petersen, fráfarandi nevndarformaður í Finansiel Stabilitet, í samrøðu við Børsen. Atfinningin frá Henning Kruse Petersen móti Fíggjareftirlitinum byggir á, at eftirlitinum vantar fólk, sum hava royndir úr vinnulívinum. Einki veruligt eftirlit Fíggjareftirlitið hevur dugnalig starvsfólk, sum vanta royndir og grundleggjandi innlit í, hvat gongur fyri seg. Eg harmist um at staðfesta, at Fíggjareftirlitið hevur ikki eitt veruligt eftirlit, men arbeiðið er lagt í tímatalvur og er reglubundið. Kreditt royndir fært tú ikki sum alment sett starvsfólk, sigur Henning Kruse Petersen í samrøðuni við Børsen. Fráfarandi nevndarformaðurin í Finansiel Stabilitet skjýtur tí upp, at bankarnir í eini turnusskipan veita Fíggjareftirlitinum dugnalig kredittfólk til eftirlitisuppgávurnar. Stjórin fyri Fíggjareftirlitið, Ulrik Nødgaard, hevur ikki hug at gera viðmerkingar til orðini hjá Henning Kruse Petersen. Í samrøðuni við Børsen leggur Henning Kruse Petersen bankavinnuna undir at hava verið stýrd av ráðaríkum stjórum, og at tey, sum hava mannað bankanevndirnar, hava ikki verið nóg væl skikkað. Tryggingarfelagið Trygd hevði 8,4 milliónir krónur í vinningi eftir skatt fyrra hálvár. Tað er hálv fjórða millión minni enn í fjør. Men sambært Trygd var 2011 eitt óvanliga gott ár. Tryggingartekniska úrslitið var 9,1 milliónir krónur í ár. Tað var 13,7 milliónir krónur fyrra hálvár í fjør. Fráboðaðu skaðarnir eru á leið líka nógvir í ár sum í fjør. Tó eru skaðaendurgjøldini nakað hægri enn í fjør. Orsøkin er fyrst og fremst ódnin jóladag. Tann 30. juni í ár var eginognin hjá Trygd 97,4 milliónir krónur 14 16 milliónir krónur í ár Leiðslan í Trygd væntar, at inntøkurnar seinna hálvárið vera á leið tær somu sum fyrra hálvárið. Felagið metir, at nettoúrslitið fyri alt árið 2012 verður 14 16 milliónir krónur Harða kappingin millum tryggingarfeløgini um prísir og treytir fer helst at halda fram, væntar leiðslan í Trygd. Hóast føroyski skaðatryggingarmarknaðurin varð latin upp fyri bæði íslendskum og donskum veitarum fyri tveimum árum síðani, hevur einki útlendskt felag av álvara gjørt vart við seg á føroyska marknaðinum, sigur leiðslan í Trygd í hálvársfrágreiðingini. Lógarbroytingin gjørdi eisini sær, at føroysk tryggingarfeløg kunnu selja tryggingar og tryggingartænastur í Danmark. Men í løtuni hevur Trygd tó ongar ítøkiligar ætlanir um at virka í Danmark í 2012. Seinnapartin fæst at vita, hvussu nógv tað fer at kosta at byggja Marknagils depilin. Tá verða tilboðini í føroya størstu byggiverkætlan latin upp. Freistin at bjóða er longd nakrar ferðir. Tíðliga í summar samdust Landsverk og byggivinnan um, at freistin at bjóða uppá arbeiðið skuldi leingjast við tveimum mánaðum. Liðugur í 2016 Í hesum tíðarbili skuldi Landsverk gera neyðugu útrokningarnar, ið vinnan hevur eftirlýst fyri yvirhøvur at kunna bjóða uppá arbeiðið. Feriutíðin hjá vinnuni longdi síðani freistina eina viku afturat. Men klokkan tvey seinnapartin verða tilboðini so latin upp. Løgtingið hevur játtað at brúka 391 milliónir krónur at byggja fyri, umfram 60 milliónir til innbúgv, tilsamans 451 milliónir krónur. Sambært nýggjastu tíðarætlanini skal Marknagilsdepilin takast í nýtslu um fýra ár á sumri 2016. Tað var klokkan 16 20 seinnapartin í dag, at løgreglan fekk eina fráboðan um, at ein bilur var farin á sjógv tætt við Faroe Pelagic, sum nýggja uppisjóvarvirkið á Tvøroyri eitur. Lukkutíð vóru fólk til arbeiðis á uppisjóvarvirkinum, tá bilurin við manninum fór á sjógv seinnapartin. Skjótt var borið at, bátur varð flotaður og fólk fingu bjargað manninum úr sjónum aftur. Tá maðurin kom á Tvøroyrar Sjúkrahús var hann lívleysur. Tað eydnaðist at fáa lív í aftur mannin, sum var lívleysur í umleið eitt korter, sigur vakthavandi á Politistøðini í Havn. Fluttur á Landssjúkrahúsið 54 ára gamli maðurin, sum var í Suðuroy í arbeiðsørindum, varð í kvøld fluttur á Landssjúkrahúsið í Havn við Smyrli, sigur vakthavandi á Politistøðini í Havn. Í løtuni er ógreitt, hvussu støðan hjá manninum er, eftir druknivanlukkuna á Tvøroyri seinnapartin. Maðurin varð í kvøld innlagdur á intensivu deild á Landssjúkrahúsinum, tá hann kom til Havnar. Eins og vanligt er, tá álvarsligar vanlukkur henda, so fer løgreglan nú undir nærri kanningar, so greiða fæst á, hví bilurin fór á sjógv á Tvøroyri seinnapartin, sigur Rani Wardum, vakthavandi á Politistøðini í Havn. Grundútbúgvingin er ókeypis. Men vilja fólk byggja oman á útbúgvingina, noyðist arbeiðsgevarin ella tey, sum taka útbúgvingina, at gjalda sjálvi. Tað sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í skúlamálum. Ískoytisútbúgvingin fyri lærarar og námsfrøðingar er heldur ikki kravd, sigur landsstýrismaðurin. Mentamálaráðið hevur sum arbeiðsgevari hjá lærarum avgjørt at rinda fyri nakrar lærarar, sum taka ískoytisútbúgvingina á Fróðskaparsetrinum. Mentamálaráðið gjalda Gunnvá við Keldu, forkvinna í Kommunusamskipan Føroya, sigur, at tað er Mentamálaráðið, sum hevur ábyrgdina av útbúgving í Føroyum. Tí noyðist ráðið at hava eina heildarætlan, sum eisini umfatar etirútbúgvingar, sigur hon. Bjørn Kalsø sigur, at høvdu pedagogar, sum arbeiða hjá Mentamálaráðnum, søkt um at sloppið at taka ískoytisútbúgvingina, hevði teirra umsókn verið viðgjørd á sama hátt sum umsóknirnar hjá lærarum. Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum. Arbeiðsloysið í Danmark minkar ikki so nógv, sum stjórnin væntar, skrivar Ritzau. Næsta ár vera 158.000 fólk arbeiðsleys, og tað eru 6.000 fleiri enn væntað, stendur at lesa í fíggjarlógaruppskotinum, sum varð lagt fram í dag. Hallið á fíggjarlógini minkar úr 73,5 milliardum krónum í ár, niður í 36,5 milliardir næsta ár. Tað eru 1,9 prosent av bruttotjóðarúrtøku landsins. Sostatt lýkur Danmark kravið frá ES, um at hallið á fíggjarlógini í mesta lagi má vera trý prosent av BTÚ. Vøksturin 1,7 prosent Stjórnin væntar, at búskaparvøksturin næsta ár verður 1,7 prosent. Í ár er hann mettur til 0,9 prosent. Sostatt er Danmark millum tey londini í Evropa, har vøksturin er størstur. Bústaðarprísirnir fara at hækka hálvt triðja prosent, og roknað verður við, at privata nýtslan veksur 2,3 prosent. 7.000 arbeiðspláss Stjórnin skjýtur upp at nýta 6,5 milliardir krónur yvir tvey ár at umvæla universitetini. Hetta átakið verður mett at geva 7.000 fólkum arbeiði. Tiltøk verða eisini sett í verk til tess at útvega ungfólki útbúgving og arbeiði, og tey verða mett at kosta 645 milliónir krónur Kongshúsið fær 400.000 krónur afturat, og tað merkir, at Margretha drotning og hús hennara fáa tilsamans 97 milliónir krónur á fíggjarlógini til sín rakstur. Norðmenn vænta sær nógv av, at Russland nú er limur í fríhandilssamtakinum WTO. Tað er serliga fiskivinnan í Norðurnoregi, sum væntar munandi hægri inntøkur, tí tollurin á fiskavørum til Russlands fer at lækka. Norðmenn hava verið illa sperdir av russisku myndugleikunum, tí Russland hevur havt sera strong krøv til innflutning av fiskavørum, og umberingarnar hava verið nógvar, hóast norsku myndugleikarnir hava kunnað prógvað tað øvuta. Samráddust í 18 ár Russland samráddist við WTO í 18 ár, men eingin væntaði, at russar fóru at fáa limaskap. So mikið hugaligari er tað fyri norsku vinnuna, at limaskapurin gjørdist veruleiki. Í fjør útflutti norska fiskivinnan fyri 7,7 milliardir krónur til Russlands, og higartil í ár er útflutningurin av laksi vaksin meiri enn eina helvt. Russland fer at lækka tollin á laksi úr 10 niður í trý prosent, og tollurin á sild verður lækkaður úr 10 niður í fimm prosent. Tí seta norsku útflytararnir sítt álit á russiska marknaðin. Russland innflutti fiskavørur fyri 625 millónir evrur í 2010. JFK Trol, sum keypti Slættaberg frá partafelagnum Nærabergi, hevði fulla heimild at lata Slættaberg fiska makrel við loyvinum, sum Sundaberg hevði. Tað skilst í svari, sum Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, hevur givið Henriki Old, løgtingsmanni, ið hevur spurt um málið. Tikin og seldur Slættaberg varð tikin, tí skipið breyt ásetingarnar í makrelfiskiskapinum. Eigarin avgjørdi síðani at selja Slættaberg til eitt annað felag, og nýggi eigarin fór til fiskiskap við einum nýggjum veiði og fiskiloyvi, sum hann hevur ræði á. Løgmaður sigur, at Fiskimálaráðið hevur ikki tikið burtur eitt forboð, sum Fiskiveiðieftirlitið hevur givið. Hinvegin mátti almenni myndugleikin, er Fiskimálaráðið og Fiskiveiðeftirlitið, staðfesta, at hann hevur ikki heimild at nokta nýggja eigaranum at nýta skipið við nýggja veiði og fiskiloyvinum. Lógarbroyting á veg Løgmaður sigur eisini í svarinum til Henrik Old, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fer at taka stig til lógarbroyting, ið forðar fyri, at skip, sum hava fingið forboð fyri at fiska, kunnu verða nýtt av nýggjum eigara, við nýggjum loyvi, so leingi upprunaliga forboðið framvegis er í gildi. Viðskiftafólk hjá peningastovnunum kunnu vænta hægri rentur og avgjøld í framtíðini.Tað sigur Landsbankin í nýggjastu búskaparmeting sínari. Tá stórar fíggjarkreppur hava verið, er vanligt, at lógarverkið, sum fíggjargeirin skal arbeiða eftir, verður endurskoðað og táttað verður í. Størri solvenskrøv Sambært Landsbankanum eru vit nú miðskeiðis í hesum umskifti eftir kreppuna, sum kom í 2008. Peningastovnarnir fáa størri krøv um solvens og gjaldføri, og stovnarnir, sum hava eftirlit við peningastovnunum, krevja fleiri tøl. Færri lán Hesar broytingar kunnu hava við sær størri útreiðslur hjá peningastovnunum og tá eisini hægri rentur og avgjøld, sigur Landsbankin. Harafturat er eftirspurningurin eftir lánum ikki so stórur. Tað ávirkar raksturin hjá peningastovnunum skeiva vegin. Og tá veksur munurin millum útlánsrentu og innlánsrentu. Heildarveitingin til Føroya næsta ár er tann sama sum í ár, sambært uppskotinum um donsku fíggjarlógina, sum varð almannakunngjørt í dag. Blokkurin er 624 milliónir krónur Men samráðingar hava ikki verið enn millum landsstýrið og ríkisstjórnina um blokkin næsta ár. Avtalan, sum varð gjørd í januar, um at hækka blokkin 8,6 milliónir krónur upp í 624 milliónir, er bara galdandi fyri 2012. Blokkurin til Grønlands er prístalsviðgjørdur. Hann verður tríggjar milliardir og 633 milliónir krónur, 47 milliónir meira enn í ár. Lars Olsen, A landsliðsvenjari í fótbólti hevur tikið út hópin, ið skal spæla móti Týsklandi í fyrsta HM undankappingardystinum á hesum sinni. Samanborið við hópin, sum var í Íslandi herfyri, eru tríggjar broytingar á liðnum. Inn eru komnir Súni Olsen, Klæmint A. Olsen og Erling Jacobsen. Teir avloysa Jóhan Troest Davidsen, Pætur Dam Jacobsen og Finn Justinussen. Teir 19 spælararnir, sum fara við til Týsklands eru hesir Málverjar Jákup Mikkelsen, Gunnar Nielsen og Kristian Joensen. Verjuleikarar Jónas Tór Næs, Rógvi Baldvinsson, Odmar Færø, Pól Jóhannus Justinussen, Erling Jacobsen og Ren eacute S. Joensen. Miðvallaleikarar Bogi Løkin, Súni Olsen, Fróði Benjaminsen, Christian Lamhauge Holst og Hallur Hansson. Áleyparar Hjalgrím Elttør, Klæmint A. Olsen, Jóan Símun Edmundsson, Daniel Udsen og Símun Samuelsen Málmaðurin Kristian Joensen og áleyparin Klæmint A. Olsen eru enn ikki skrásettir fyri nakran A landsdyst. Aðrir leikarar boðsendir Afturat hesum 19 leikarum, hevur Lars Olsen sent boð eftir fimm leikarum av U21 landsliðnum, sum í fyrstu atløgu skulu venja við føroyska hópinum, í sambandi við fyrireikingarnar til dystin móti Týsklandi. U21 leikararnir eru hesir Viljormur Davidsen, NSÍ, Rógvi S. Holm, HB, Gilli Sørensen, TB, Kaj Leo í Bartalsstovu, Víkingur, Karl Løkin, ÍF HM undankappingardysturin móti Týsklandi verður á AWD Arena í Hannover fríggjadagin 7. september, kl. 19 45. Statoil hevur funnið olju í norska partinum Norðsjónum, á eini leið umleið 100 fjórðingar vestur úr Rogalandi, skrivar Aftenposten. Statoil metir, at millum 140 og 270 milliónir tunnur av olju kunnu vinnast úr nýggju kelduni, og við dagsins oljuprísi og krónukursi er virðið millum 92 og 178 milliardir krónur, skrivar blaðið. Statoil, sum eisini er fyristøðufelag, eigur 40 prosent av loyvinum. Erik Haugane, stjóri í Norska Oljufelagnum, sum eigur 20 prosent av loyvinum, sigur við Aftenposten, at nóg mikið av olju er í kelduni til ið hvussu er 40 ár. Fleiri føroyskar fyritøkur vera við á stóru oljumessuni í Stavanger, Offshore Northern Seas, ONS, sum byrjar í morgin. Uttanríkistænastan og Oljuvinnufelagnum hava samskipað føroyska básin, har 13 fyritøkur eru við saman við Oljuvinnufelagnum, Uttanríkistænastuni, Vinnumálaráðnum og Jarðfeingi. Løgmaður vitjar Básurin fær eisini vitjan av bæði Johan Dahl, landsstýrismanni við oljumálum, og Kaj Leo Holm Johannessen, løgmanni, skrivar Vinnuhúsið á netinum. Føroysku fyritøkurnar eru eisini partur av móttøku, sum verður umborð á Westward Ho mikudagin. Móttøkan verður samskipað av Tórshavnar kommunu saman við Runavíkar kommunu. Tær 13 fyritøkurnar, sum eru við í ONS í ár, eru Atlantic Supply Base, Pam Offshore, Runavíkar Havn, Thor, Atlantic Airways, Tórshavnar Havn, Vónin, Statoil, Atlantic Petroleum, Shefa, Vágs Havn, Tvøroyrar Havn og Supply Service. Tað verður ikki við Helle Thorning Smith sum forsætisráðharra, at Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, fær dreymin um ein ríkjafelagsskap uppfyltan. Eg síggi ikki Danmark sum part av einum samveldi ella nøkrum, sum minnir um tað, sigur danski forsætisráðharrin við Politiken. Í greinarøðini upp undir ríkisfundin er Politiken komin til forsætisráðharran, Helle Thorning Schmidt. Undan henni hava bæði løgmaður og grønlendski landsstýrisformaðurin sett orð á sínar tankar um eitt meiri nútímans samstarv millum londini. Men Helle Thorning Schmidt sær onga orsøk til at sleppa ríkisfelagsskapinum og lata eina aðra skipan kom í staðin.Tvørturímóti. Sterkur ríkisfelagsskapur Eg síggi ikki Danmark sum part av einum samveldi ella nøkrum, sum líkist tí. Vit hava ein sterkan ríkisfelagsskap, sum byggir á grundlógina. Hvat kann koma um 20 ár, er trupult hjá mær at taka støðu til, sigur Helle Thorning Smith. Ríkisfelagsskapurin er heilt serligur, og vit skulu vera ómetaliga glað fyri hann. Eg vóni, at vit bæði um 10 og 20 ár hava ein ríkisfelagskap, sum er nútímansgjørdur, tí tað, vit hava saman, er rættiliga sermerkt, og tað haldi eg at vit eiga at varðveita. Eftir mínum tykki ger Ríkisfelagsskapurin okkum øll eitt sindur størri, til gagns fyri okkum øll, sigur Helle Thorning Schmidt, forsætisráðharri í samrøðuni við Politiken. Ríkisfundurin verður í Suðurgrønlandi seinni í vikuni. Meiri skattur enn væntað ger, at kommunurnar fara at hava javnvág í ár í staðin fyri, sum væntað, 74 milliónir krónur í halli. Landsbankin sigur, at kommunurnar í ár brúka 3,2 prosent meira til rakstur enn í fjør og næstan 12 prosent meira til íløgur. Landsbankin hevur í sínari framrokning ásett vøksturin næsta ár at verða tann sami sum prísvøksturin, hálvt annað prosent. Kommunurnar vóru skjótar at laga seg eftir afturgongdini í búskapinum, sum byrjaði í 2008. Tað árið, 2008, høvdu kommunurnar 346 milliónir krónur í halli. Men longu tvey ár seinni, í 2010, høvdu tær 24 milliónir í avlopi og 29 milliónir í fjør. Í ár varð roknað við 74 milliónum í halli, men økti kommunuskatturin ger, at kommunurnar helst fara at hava javnvág í ár, sigur Landsbankin. Arbeiðsloysið fer helst at minka, tað sum eftir er av árinum. Tað heldur Landsbankin. Í nýggjastu búskaparmetingini sigur Landsbankin, at síðst í 2010 var arbeiðsloysið 7,4 prosent. Men síðani er arbeiðsloysið minkað og er nú góð seks prosent. Eitt nýtt uppsjóvarvirki er byrjað á Tvøroyri, og nýggj ellisheim lata upp. Harafturat tykist arbeiðsloysið í handilsvinnuni, tænastuvinnuni og byggivinnuni ikki at vaksa meira. Sambært ALS eru 1259 fólk arbeiðsleys í dag, 720 kvinnur og 539 menn. Arbeiðsloysisskipanin er so væl fyri, at hon er ment at standa í móti fleiri árum við lutfalsliga stórum arbeiðsloysi, heldur Landsbankin. Grønlendskir myndugleikar eru ikki nøgdir við at burturkast sum liggur í grønlendsku náttúruni frá amerikanska og danska hervaldinum ikki verður beint burtur. Sambært danska blaðnum Ingeniøren kann hetta málið enda sum ein álvarsligur politiskur bardagi í ríkisfelagsskapinum. Fyrsta orrustan um hetta málið verður tann 31. august, tá danski verjumálaráðharrin Nick Hækkerup skal á fund við grønlendska landsstýrismannin fyri umhvørvi, Anthon Frederiksen. Fundurin verður í Keypmannahavn. Tann grønlendska umhvørvislógin er galdandi fyri alt Grønland, tað vil siga eisini har herurin er. Tí skal danski herurin syrgja fyri at rudda upp eftir sær, og tryggja at hetta ikki hendir aftur, sigur Anthon Frederiksen í samrøðu við Ingeniøren. Tað eru skrásettir 87 størri og umleið 540 smærri dálkandi køstar í Grønlandi. Nógvir av hesum stava frá amerikanska herinum og teirra herstøðum í Grønlandi, og teir eru 50 ára gamlir. Frederiksen heldur at Danmark eisini eigur ábyrgdina fyri amerikansku køstunum, tí tað eru danskir myndugleikar sum hava gjørt avtalurnar við amerikanararnar og loyvt teimum at hava herstøðir í Grønlandi. Danski herurin hevur sagt, at tey ikki gera nakað við køstarnar, um talan ikki er um køstar har vandi er fyri at dálkingin skal spjaða seg. Beint áðrenn klokan hálvgun fýra í morgun ringdi ein maður, og vildi hava ein sjúkrabil at koma eftir sær. Hann var dottin á sjógv niðri við Bryggubakka í Havn. Maðurin ringdi sjálvur, so hann var komin upp á turt aftur, men hann føldi seg illa, so politiið sendi ein sjúkrabil á staðið. Í nátt fekk poliitiið boð um eitt harðskapsmál talan var um ein mann sum hevði skallaði ein annað mann í andlitið. Politiið fer at kanna tað málið nærri nú, tá menninir eru sissaðir aftur. Um kirkjutíð í morgun varð ein kvinna tikin tá hon í bili bakkaði á ein annan bil. Tað vísti seg at kvinnan var ávirkað av rúsdrekka. Seinnapartin fór ein bilur niðanav Kalbaksvegnum. Fýra fólk vóru í bilinum. Tey eru send á Landssjúkrahúsið til kanningar. Tað vísir ein veljarakanning, sum kanningarstovan Ipsos hevur gjørt fyri norska Dagbladet. Sambært kanningini ynskja 36 prosent av veljarunum at Erna Solberg verður nýggjur forsætisráðharri, meðan 25 prosent vilja hava formannin í Arbeiðaraflokkinum, Jens Stoltenberg, at halda fram í forsætisráðharrasessinum. Høgra vinnur undirtøku Kanningin kemur í kjalarvørrinum á frágreiðini hjá 22. juli nevndini, sum finst hvassliga at norsku myndugleikunum í sambandi við atsóknina 22.juli í fjør. Alt fleiri kanningar vísa, at flokkurin Høgri vinnur undirtøku, og tað kann vera orøkin til at veljarar peika á meg sum nýggja forsætisráðharra, sigur Erna Solberg Kanning ávirkar veljararnar Frágreiðingin um norsku tilbúgvingina 22 juli í fjør, tá Anders Bering Breivik drap 77 fólk í Oslo og á Utøya, hevur avdúkað álvarsligar feilir innan bæði løgreglu og stjórnarskipan. Millum annað vísir frágreiðingin, at fleiri mannalív kundu verið bjarga, um stjórnin hevði syrgt fyri, at tilbúgvingin var brynjað til eina slíka atsókn. Fyri Ernu Solberg er spurningurin um tann borgarligi blokkurin gerst nóg stórur til at hon kann gerast stjórnarleiðari. Ein borgarlig stjórn kemur at hava fleiri flokkar, og ivasamt er hvussu Solberg skal klára at samla bæði Framsóknarflokkin og teir smáu miðflokkarnir Vinstra og Kristiliga Fólkaflokkin í einari stjórn. Teir báðir minstu flokkarnir ynskja ikki eina stjórn har Siv Jensen og hennara Framsóknarflokkur sleppur at stýra millum annað tilflytingarpolitikkinum. Víkingur vann á EB Streymi í steypafinaluni hjá monnum, aftaná ein sera spennandi dyst sum endaði 3 3 og síðani eina brotssparkskapping har Víkingur vann. Fyrr í dag vann KÍ 2 1 á B36 í steypafinaluni hjá kvinnum. Amerikanski rúmdarmaðurin, Neil Armstrong, ið var fyrsti frá mannaættinum sum setti fótin á mánan, er deyður 82 ára gamal. Tað er tíðindastovan Reuters sum skrivar at tann pensjoneraði amerikanski rúmdarmaðurin er deyður, stutt aftaná at hann fyrr í august fekk eina skurðviðgerð í hjartanum. Sambært tíðindastovuni AP so váttar familjan at Neil Armstrong er deyður. Sum leiðari fyri Apollo 11 ferðini, saman við rúmdarfeløgunum Buzz Aldrin og Michael Collins, gjørdist Armstrong tann fyrsti sum setti fótin á mánan. Tað hendi tann 20. juli 1969. Tað var tá hann segði tey vælkendu orðini Armstrong var eisini flogskipari undir Korea krígnum, royndarflogskipari, flogverkfrøðingur og professari. Hann hevur eisini fingið eina stjørnu á Hollywoods Walk of Fame. Les meir um Neil Armstrong hjá NRK her og hjá DR her Men talan er ikki um at gera nakra samrøðu sum skal almannakunngerast, skrivar Aftenposten. Áðrenn rættarmálið móti hópdrápsmanninum, ið tók lívið av 77 persónum á Utøya og í Oslo tann 22. juli í fjør, ynskti ongin norskur miðil at gera samrøður við hann. Men nú hevur NRK sent eina umbøn um at tosa við hópdrápsmannin. Per Arne Kalbak, redaktørur á tíðindadeildini hjá NRK, sigur at tey hava spurt um møguligt er at fáa eina samrøðu við hann, men talan er ikki um eina samrøðu sum skal sendast í NRK. Kalbak sigur at tey hava ein bólk sum hevur arbeitt við at málinum í meir enn eitt ár, og tey sita á nógvum upplýsningum. Nú ynskja tey so at spyrja hópdrápsmannin nærri um nøkur mál fyri at fáa hansara sjónarhorn. Norskir miðlar eru varnir og umhugsa støðuna gjølla. John Arne Markussen, blaðstjóri á Dagbladet, sigur at tey ikki avvísa eina samrøðu við hann. Tey umhugsa tí støðuna, og koma møguliga at spyrja seg fyri um eina samrøðu sum kanska verður almannakunngjørd. Hvørki Verdens Gang ella Aftenposten hava nakrar ætlanir um at gera samrøður við hópdrápsmannin Onnur grannalond hjá Sýrialandi siga eisini frá nógvum flóttafólkum. Talið av flóttafólkum sum nú eru komin til Turkalands er komið uppí 75.000. Seinast í juli vóru tey 45.000, upplýsa turkisku myndugleikarnir. ST sigur, at nú eru 200.000 sýrisk flóttafólk í grannalondunum. ST hevði roknað við, at tey kundu gerast eini 185.000 í hesum árinum. ST upplýsir, at seinastu vikuna er 30.000 flóttafólk komin til Turkalands, Libanon, Irak og Jordan. Arbeiðið at hjálpa flóttafólkunum gongur striltið, tí viðurskiftini eru sera ótrygg í Libanon. Tað tykist sum uppreisturin í Sýrialandi hevur breitt seg til Libanon, tí har hava samanbrestir verið, og fleiri fólk eru rænd, upplýsir ST. Nevndin og leiðslan hjá KNR kunngjørdu ígjár at tey noyðast at spara, og at hetta merkir uppsøgnir. 11 størv verða skorin burtur. Hetta merkir at trý leys størv ikki verða sett, og síðani skal leiðslan peika út átta starvsfólk sum so verða uppsøgd. Tá uppsøgnirnar eru framdar, so eru 83 starvsfólk eftir í KNR. Sparast skulu 1,7 milliónir krónur í ár og 3,5 milliónir í 2013. Umframt uppsøgnirnar, so steðgar KNR øllum innkeypið av framleiðslum frá persónum og fyritøkum uttanfyri stovnin. Stjórin í KNR, Ivalo Egede, sigur í samrøðu við tíðindini hjá KNR at sparingarnar merkja at hyggjarin og lurtarin fær færri sendingar. Nevndarformaðurin, Hans Peter Poulsen, sigur at roynt hevur verið at fáa politisku skipanina at skilja at tað kostar at hava eina útvarps og sjónvarpsstøð, men higartil hevur politiska skipanin ikki lati við seg koma. Hann vónar at tað frá politiskari síðu vil glógva í framtíðini, so tey skilja at tað kostar at framleiða góðsku til allar pallar. Ein av ferðafólkunum sum var við Atlantsflog til Reykjavíkar í dag gjørdist í dag ófriðarligt og gjørdi nakað um seg í flogfarinum sum fór til Reykjavíkar í dag. Ma aring urin skal ikki hava gjørt seg inn á hvørki starvsfólk ella onnur ferðandi, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantsflog. Hann sigur at tað gekk út yvir okkurt av innbúgvinum í flogfarinum, men at tað annars ikki hendi nakar skaði. Manningin setti seg í samband við íslendsku løgregluna, og hon stóð klár at taka ímóti flogfarinum tá tað lendi, og tóku tann ófriðarliga mannin við sær. Serfrøðingar í Sveis skulu kanna, um fyrrverandi palestinski leiðarin, Yasser Arafat, varð eitraður. Kanningin verður sett í verk, eftir at einkjan hevur givið loyvi til at kanna, um polonium kanska var orsøkin til, at Arafat doyði. Poloninum er eitt kjarnorkuevni, ógvuliga eitrandi, samstundi sum tað hvørki kann smakkast ella luktast.Yasser Arafat doyði 11. november í 2004. Hví hann doyði, er ógreitt, og tí hava nógv tíðindini gingið. Taka royndir Ein orsøk kann vera, at hann var eitraður. Serfrøðingarnir fara til Vestara áarbakka at taka royndir av leivdunum, tí har varð Arafat jarðaður. Palestinsku sjálvstýrismyndugleikarnir hava biðið um frágreiðingina, eftir at stórar nøgdir av poloninum vóru funnar í ymsum lutum hjá Yasser Arafat. Einkjan, Suha Arafat, og dóttirin, hava meldað málið til fronsku løgregluna, tí Arafat doyði á einum hernaðarsjúkrahúsi nærindis Paris. Norska ákæruvaldið fer seinni í dag at kunngera, at tað fer ikki at kæra dómin, sum hópdrápsmaðurin, Anders Behring Breivik, fekk í rættinum í Oslo fyrrapartin. Tað skrivar Aftenposten. Sostatt kemur dómurin um 21 ára fongsul longu í gildi í dag. Verjarnir hjá Breivik hava sagt, at teir kæra ikki, tí dómurin staðfestir, at Breivik var við sítt fulla vit, tá hann framdi atsóknirnar 22. juli í fjør. Og tað er júst tað, sum Breivik ynskti, at dómurin segði. Kann fáa lívstíð At Anders Behring Breivik er dømdur 21 ár í forvaring, sum tað eitur á rættarmáli, merkir, at hann í prinsippinum kann sita í fongsli fyri lívið. Lívlong fongsulsrevsing er ikki í gildi í Noregi longur. Útgangsstøðið er 21 ár, men longu um 10 ár skal dómurin metast av nýggjum. Síðani kann revsingin verða longd í óavmarkaða tíð, men fimm ár í senn. Ákæruvaldið hevur tvær vikur at umhugsa, um dómurin skal kærast, men Aftenposten skrivar, at ákæruvaldið fer longu seinni í dag at kunngera, at dómurin verður ikki skotin inn fyri hægri rætt. Pauli Ellefsen, sum var løgmaður Føroya frá 1980 til 1984, doyði í morgun, 76 ára gamal. Pauli Ellefsen varð valdur á ting fyri Sambandsflokkin í 1974, og var formaður floksins frá 1974 til 1990. Sum floksformaður eydnaðist honum at vinna løgtingsvalini í 1978 og 1980. Tá skipaði hann samgongu millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Sjálvstýrisflokkin. Hann varð valdur til løgmann, og var løgmaður í fýra ár. Pauli Ellefsen stillaði ikki upp aftur til løgtingsvalið í 1990. Pauli Ellefsen sat eisini á fólkatingi, tilsamans í 12 ár. Hann varð fyrstu ferð valdur í fólkatingið í1977. Pauli Ellefsen var ættaður úr Miðvági og hevði útbúgving sum løggildur grannskoðari. Kunning um grindadráp er á skránni, tá Føroyanevndin hjá fólkatinginum kemur til Føroya. Nevndin kemur sunnukvøldið, og mánadagin fer hon til Suðuroyar. Har fer Hans í Líðini í Vági at greiða frá um grindadráp fyrr og nú. Viðrar, sleppa fólkatingslimirnir eisini at royna grindabátarnar. Í Suðuroynni Føroyanevndin skal eisini síggja Saltsiloina á Drelnesi, og farið verður inn á gólvið á Varðanum Pelagic á Tvøroyri. Týsdagin er politikkurin á skránni. Føroyanevndin hittir løgmann og Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum. Týsdagin fær Føroyanevndin eisini kunning um peningastovnarnar og oljuleitingina. Mikudagurin er settur av til vinnuna. Meðan siglt verður við Hvidbjørnen til Runavíkar, fær nevndin at vita, hvat danska verjan fæst við í Føroyum. Nevndin vitjar eisini Bakkafrost á Glyvrum og Thor í Hósvík. Myndlist og bókmentir Áðrenn nevndin fer aftur til Danmarkar hósdagin, fer Kinna Poulsen at halda fyrilestur um føroyska myndlist og bókmentir, og á veg vestur verður steðgað á hjá Føroya Tele í Hoyvík.Og áðrenn farið verður í flogfarið, fær nevndin kunning um flogvøllin. Sjúrður Skaale er formaður í Føroyanevndini hjá fólkatinginum, og Edmund Joensen er næstformaður. 33 ára gamli Anders Behring Breivik brosaði, tá dómarin, Wence Elizabeth Arntzen, kunngjørdi dómin í tingrættinum í Oslo fyri løtu síðani. Rætturin er komin til ta niðurstøðu, at Breivik var við sítt fulla vit 22. juli í fjør, og at hann verður dømdur at sita í fongsli í 21 ár. Dómurin er einmæltur. Tað merkir, at Breivik hevur fingið dómin, sum hann ynskti sær. Áðrenn dómurin varð feldur, søgdu verjar hansara, at Breivik fór at skjóta dómin inn fyri hægri rætt, kom rætturin til ta niðurstøðu, at hann ikki var við sítt fulla vit, tá hann legði bumbuma í stjórnarbygningin í Oslo og drap frá hond á Utøya 22. juli í fjør. Atsóknin kravdi tilsamans 77 mannalív. Anders Behring Breivik fer at sita í Ila fongslinum í Oslo, og sambært verjanum, Geir Lippestad, hevur Breivik ynskt at sita avbyrgdur, tí hann stúrir fyri trygdini, um hann skal sita saman við øðrum fangum. Hópdrápsmaðurin, Anders Behring Breivik, er rættsiktaður, og hann verður dømdur 21 ára fongsulsrevsing. Tað kunngjørdi Wence Elisabeth Arntzen, dómari í rættinum í Oslo fyri løtu síðani. Dómurin er einmæltur. Dómarin lesur nú grundgevingarnar fyri dóminum, og tað fer at taka fleiri tímar. Fyribils úrslit frá boringini av Cooper brunninum í Noregshavinum boða frá góðum. Tað segði Faroe Petroleum í tíðindaskrivi fyri einum mánaði síðani. Men tað vóru fyribils úrslit. Í morgun boðar felagið frá, at ikki ber til at fáa oljuna upp. Útvinsluroynd er gjørd, og hon staðfesti, at oljan í brunninum rennur ikki. Faroe Petroleum eigur 30 prosent av leitingarloyvinum í Cooperbrunninum, sum er á Haltenbankanum í Noregshavinum. Alt gott um javnvág á fíggjarlógini. Men politikarar noyðast eisini at koma við tiltøkum, sum fáa búskapin at vaksa, ikki bara í morgin, men í allari framtíð. Slíkur vøkstur kemur av broyttum fiskivinnupolitikki og fakliga mettum almennum íløgum. Hetta eru teir báðir nærliggjandi vakstrarmøguleikarnir, sum Landsbankin sipar til í yvirskriftini í nýggjastu búskaparmetingini. Um fiskivinnuna sigur Landsbankin, at fiskastovnarnir mugu brúkast skilabetur enn nú. Stovnsrøktin er ikki nóg góð. Og verulig kapping má vera um fiskin. Enn er langt á mál hesum viðvíkjandi, sigur Landsbankin. Politiska stýringin onnur fyrilit Stríðið millum skipabólkarnar um býtið av makrelveiðuni er dømi um, at politiska stýringin tekur onnur fyrilit enn tey, sum skapa ta mest produktivu vinnuna, sigur Landsbankin. Landsbankin sigur eisini, at áðrenn landið ger íløgur, eigur íløgan at verða fakliga mett fyri at vita, hvussu nógv hon kastar av sær fyri alt landið í framtíðini. Tað er ikki nóg mikið bara at hugsa um, at íløgan skapar arbeiði, meðan hon verður framd. Landsbankin sigur, at fólkaræðislig fyrilit viga meira enn týdningurin at styrkja búskapin, tá íløgur verða samtyktar. Landsbankin sigur, at hesir møguleikar at fáa búskapin at vaksa, eru so avgerandi, at teir kunnu eisini fáa fólkatalið í Føroyum at vaksa. Um eina viku legggur Búskaparráðið fram sína seinnu frágreiðing í ár. Fleiri samráðingar vera ikki við donsku stjórnina um blokkin. Tann samráðingin hevur verið og verður ikki roynd aftur. Formaður Miðfloksins, Jenis av Rana, er avgjørdur í skrivi, hann hevur sent fjølmiðlunum.Jenis av Rana leggur afturat, at tað eru ikki bara hann og Miðflokkurin, sum siga hetta. Hann sigur, at løgmaður og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum komu aftur av samráðingarferð um heildarveitingina í Danmark sum av torvheiðum. Taka úrslitið til eftirtektar Eftir heimkomuna høvdu vit fýra floksformenn í samgonguflokkunum fund um støðuna. Á fundinum var full semja um at taka úrslitið til eftirtektar og ikki fara aftur til samráðingar, hvørki tá ella seinni, sigur Jenis av Rana. Tá Kaj Leo Holm Johannesen og Jørgen Niclasen vóru í Keypmannahavn í januar fyri at fáa blokkin prístalsviðgjørdan, hækkaði hann 8,6 milliónir krónur í ár. Eingin avtala er millum landsstýrið og stjórnina um heildarveitingina næsta ár ella onnur ár. Løgmaður hevur sagt, at hann hevur ikki slept ætlanini um at fáa blokkin hækkaðan 150 til 200 milliónir krónur Rætturin fer at taka støðu til, hvørja revsing Breivik skal hava fyri at hava dripið 77 fólk, umframt framt yvirgang við bumbuspreingingum móti stjórnarbygningunum í Oslo. Meðan lítið er at ivast í, at Breivik, sum hóast hann principielt noktar seg sekan, hevur játtað at hava dripið tey 77 fólkini, verður dømdur í rættinum í Oslo fyrrapartin. Bíðað verður tí eftir, hvørja niðurstøðu rætturin hevur til Breivik hvørt hann er sinnissjúkur og skal hava ein viðgerðardóm, ella hann er rættsiktaður og tí kann dømast í harðastu fongsulsrevsing. Fimm nýggjar vindmyllur verða settar upp í Neshaga í næstum. Í morgun komu tær fimm vindmyllurnar hjá SEV við skipi beinleiðis úr Týskalandi til Havnar. Tað skrivar SEV á heimasíðu sínari. Mánamorgunin 3. september koma ein krani og fólk frá týska felagnum ENERCON við Norrønu at seta vindmyllurnar upp. SEV væntar, at tær fimm vindmyllurnar standa uppi, áðrenn tríggjar vikur eru farnar, og eru í rakstri umleið miðjan oktober. Helle Thorning Schmidt, forsætisráðharri, vísir í dag aftur øllum gitingum um, at rammuavtalan um býti av ráevnisinntøkunum skal endurskoðast. Sjálvstýrisavtalan varð samtykt við stórum meiriluta í fólkatinginum, og tá eitt málsøki er yvirtikið, so hava grønlendingar ábyrgdina, og sjálvandi eiga teir eisini inntøkurnar. So einfalt er tað, sigur Helle Thorning Schmidt í samrøðu við grønlendska kringvarpið í dag. Vilja hava nýggjar samráðingar Framsøgufólk í grønlendskum viðurskiftum í fólkatinginum hava annars mælt til, at býtið í ráevnisavtaluni millum Danmark og Grønland verður endurskoðað, eftir at dagblaðið Berlingske hevur skrivað, at inntøkurnar frá einum jarnnámi nærindis Nuuk verða 32 milliardir krónur. Men hesum vísir forsætisráðharrin aftur. Vit hava gjørt eina sjálvstýrisavtalu, og hana skulu vit standa við. Eg haldi, at hon er góð, tí avtalan gevur grønlendingum møguleika at yvirtaka málsøki, tá teir hava hug at yvirtaka. Men tá málsøkið er yvirtikið, eitt nú ráevnini, hava grønlendingar ábyrgdina, og grønlendingarnir eiga eisini inntøkuna, sigur Helle Thorning Schmidt. Mótrokna í heildarveitingini Í sjálvstýrisavtaluni er ásett, at Grønland fær fyrstu 75 milliónir krónurnar av ráevnisinntøkunum. Síðani skulu tær býtast javnt millum Danmark og Grønland, og danski parturin verður mótroknaður í heildarveitingini. Tá inntøkurnar fara upp um tað, sum Grønland fær í heildarveiting, skal samráðast av nýggjum um býti av ráevnisinntøkunum. Hópdrápsmaðurin, Anders Behring Breivik, fær dóm í rættinum í Oslo í morgin, og í dag vitjaðu verjarnir hann í fongslinum fyri seinastu ferð, áðrenn dómurin verður sagdur. Geir Lippestad, verji, sigur við Aftenposten, at Breivik fer at skjóta dómin inn fyri hægri rætt, kemur rætturin í morgin til ta niðurstøðu, at hann ikki var við sítt fulla skil, tá framdi atsóknina í Oslo og skeyt frá hond á Utøya 22. juli í fjør. Hann vil verða dømdur tilrokniligur, tí tað hevur størsta týdning fyri hann, sigur Geir Lippestad. Rætturin verður settur klokkan 10 fyrrapartin í morgin. Tá fer Wenche Elisabeth Arntzen, dómari, at lesa dómin og grundgevingarnar fyri dóminum. Upplesturin fer at taka millum fimm og seks tímar, skrivar Aftenposten. Um eina viku hittast leiðararnir úr teimum trimum pørtunum av ríkinum til ríkisfund í suðurgrønlendska býnum Igaliku. Undan fundinum hava bæði Kuupik Kleist, landsstýrisformaður, og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, tosað um broytingar í ríkisfelagsskapinum. Kuupik Kleist sær fyri sær, at Grønland fer at verða sjálvstøðugt búskaparliga og politiskt, men fer at hava tætt samstarv við Danmark. Og Kaj Leo Holm Johannesen sær fyri sær ríkisfelagsskapin sum tríggjar eindir trý sjálvstøðug lond í einum felagsskapi. Danski forsætisráðharrin, Helle Thorning Schmidt, fer á ríkisfund við tí boðskapi, at ríkisfelagsskapurin er ein góð skipan, ið allir tríggir partar hava gagn av. Karmurin er í lagi Hon heldur, at tað er ikki neyðugt at nútímansgera løgfrøðiliga karmin í ríkisfelagsskapinum. Men ríkisfelagsskapurin broytist, so hvørt fleiri málsøki verða yvirtikin, tí tá fáa Føroyar og Grønland størri sjálvstýri og størri ábyrgd, sigur hon. Helle Thorning Schmidt sigur, at spurningurin um loysing skal ikki avgerast í Keypmannahavn. Tann støðan skal takast í Føroyum og í Grønlandi. Men danski forsætisráðharrin dugir ikki at síggja, at einar sjálvstøðugar Føroyar og eitt sjálvstøðugt Grønland kunnu vera innan fyri donsku grundlógina. Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum, har eisini ein longri samrøða er við Helle Thorning Schmidt, forsætisráðharra. Høgriflokkurin hjá Ernu Solberg er nú størsti flokkur í Noregi, sambært nýggjastu veljarakanningunum. Høgri hevði fingið 33 prosent av atkvøðunum, var val nú. Framgongdin er 2,3 prosent. Framburðsrflokkurin gongur eisini fram og fær 17,4 prosent av atkvøðunum. Tí kundu hesir báðir høgra flokkarnir prinsippinum skipað samgongu einsamallir. Hóast hvassar atfinningar frá 22. juli kanningarnevndini, so heldur Arbeiðaraflokkurin hjá Jens Stoltenberg tørn. Flokkurin missir 0,3 prosent av undirtøkuni, og fær í nýggjastu kanningini 30,4 prosent av atkvøðunum. Ringast stendur til hjá Kristiliga fólkaflokkinum. Flokkurin missir ein triðing av undirtøkuni og fær einans fýra prosent. Føroyar eru nú við í oljuvinnuni í Barentshavinum. Faroe Petroleum hevur keypt ein part av einum norskum loyvi at leita eftir olju í Barentshavinum. Faroe Petroleum hevur keypt 12,5 av einum loyvi, sum umfatar Darwin leitimiðið. Væntandi verður borurin settur í har við ársenda. , Darwin leitimiðið liggur einar 60 til 80 kilometrar í ein útsynning frá Skrugaard og Havis, har Statoil hevur funnið nógva olju. Faroe Petroleum hevur keypt sín part frá Talisman Energy Norge AS, sum hevði 25 av loyvinum. Afturfyri rindar Faroe Petroleum kostnaðin hjá Talisman í boringini á Darwin miðinum. Vestari partur av Barentshavinum er eitt óroynt og sera lovandi øki, har Statoil gjørdi eitt størt gjøgnumbrot í fjør við Skrugaard oljufundinum. Væntandi verður stór kapping um leitiloyvir á hesum økinum í 22. loyvisumfarinum í næstum, sigur Faroe Petroleum í tíðindaskrivi. Kanningar hjá Landsverki hava fyrr staðfest, at Glyvursnes sum heild er best egnaða plássið til flogvøll, tá hugt verður at lendisviðurskiftum og sýni. Ein neyvari kanning av turbulensviðurskiftunum staðfestir nú enn einaferð, at Glyvursnes er nógv best egnaða plássið til at leggja ein møguligan nýggjan flogvøll. Sum liður í eini heildarætlan fyri flogferðsluna í Føroyum hevur Landsverk seinnu árini kannað trý ymisk støð í sambandi við ynskini um at betra flogvallaviðurskiftini í Føroyum. Hesar kanningar eru gjørdar í samráð við politisku myndugleikarnar. Søltuvík og Glyvursnes At fremja eina slíka heildarætlan, har møguleikarnir fyri einum alternativum flogvølli eisini skulu kannast, tekur drúgva tíð. Nógvar forkanningar skulu gerast, og neyðugt er at gera slíkt arbeiði í stigum. Fyrsta stigið hjá Landsverki var tí at kanna, hvar tað staðifrøðiliga ber til at gera ein flogvøll. Niðurstøðan frá teirri kanningini var, at Søltuvík og Glyvursnes eru einastu hóskandi pláss til alternativan flogvøll, meðan Skorðhæddin er óegnað, tí tað ikki ber til at fáa nøktandi inn og útflúgvingarviðurskifti. Turbulensur Úrslitini av nýggjastu kanningini snúgva seg um turbolens á verandi og alternativu plássunumi til flogvøll í Føroyum. Turbulenssimuleringarnar, sum nú eru gjørdar, lýsa bæði viðurskiftini viðvíkjandi innflúgving og lendingarviðurskiftini á sjálvari flogbreytini. Í stuttum kann sigast um tey trý kannaðu plássini, sum eru Vágar, Glyvursnes og Søltuvík, at Glyvursnes er nógv best egnaða staðið til ein nýggjan flogvøll í Føroyum, sigur Landsverk. Kanningin staðfestir, at lága og javna lendið við Glyvursnes norður , eystur , og suðureftir geva ongar trupulleikar við turbolensi við ættunum heilt frá útnyrðingi til norðan og niður til útsynning. Nógvur vindur vestaneftir skapar nakað av turbolensi um Kirkjubøreyn, men hetta er so mikið langt frá ætlaða plássinum til flogvøll, at tað ikki elvir til nevniverdan turbolens á ella við ein møguligan flogvøll, vísir kanningin hjá Landsverki. Trupult í Vágum Samanumtikið lýsir kanningin turbolensviðurskiftini í Vágum sum sera trupul, meðan viðurskiftini á Glyvursnesi eru munandi betri. Á Glyvursnesi kann reglusemið betrast við umleið fýra prosentum samanborið við Vága Floghavn. Mátingarnar geva onga ábending um turbulenstrupulleikar nærindis Glyvursnesi. Verða turbulensviðurskiftini í Vágum tikin við, verður reglusemið á Glyvursnesi sambært frágreiðingini helst betri enn tey fýra prosentini. Tað serliga við Glyvursnesi samanborið við hinar møguleikarnar er, at har ber til at fáa vøll heilt upp í 2.700 metrar ella meir, og tí er henda loysnin best framtíðartryggjað. Við mest framkomnu útgerðini og beinari og fríari inn og útflúgving er møguligt at lenda á Glyvursnesi í munandi verri sýni, enn nakra aðrastaðni í Føroyum. Harafturat er onki, ið bendir á nevniverdan turbulens, sum er ein av stóru trupulleikunum í Vágum og í Søltuvík, sigur Landsverk. Danski skattamálaráðharrin, Thor Møger Pedersen, fer at kanna, um danska skattavaldið hevur tikið ov nógv frá føroyingum árini 1998 til 2011. Týsdagin segði Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, við Útvarpið, at hann var komin eftir, at føroyingar, sum búðu í Føroyum, men arbeiddu í Danmark ella leigaðu út fasta ogn í Danmark, vórðu kravdir eftir arbeiðsmarknaðargjaldi, AM bidrag, sum var átta prosent av lønini fyri skatt. Sjúrður Skaale fekk grannskoðaravirkið Spekt at kanna málið saman við sær. Og í gjár legði hann úrslitið fyri danska skattamálaráðharran, sum lovaði at kanna málið.Lógin um AM gjaldið, sum fór úr gildi 1.januar í 2011, hevði eina serreglu um føroyingar. Kunnu ikki gera avtalur Orsøkin var, at Føroyar sum partur av kongaríkinum kunnu ikki gera millumtjóða avtalu við Danmark um frítøku fyri sosial gjøld. Tí var frítøkan fyri føroyingar í staðin fyri sett beinleiðis í lógina um AM gjaldið. Men kanska ber bara til at fáa pengarnar aftur fyri tvey ár, 2009 og 2010, tí hini 11 árini eru fallin fyri fyrningarfreistini. Verður niðurstøðan tann, at danska skattavaldið hevur framt grundleggjandi mistøk, skal støða takast til, um málið er so prinsipielt, at endurgjald kortini skal latast fyri øll 13 árini, hóast fyrningarfreistin er farin. Ríkisfundurin í Grønlandi um eina viku verður í bygdini Igaliku í Suðurgrønlandi. Helle Thorning Schmidt, forsætisráðharri, fer longu til Grønlands mánadagin, tá hon vitjar Sirius patruljuna í Dannebrog í Eysturgrønlandi. Síðani fer forsætisráðharrin til Thule, áðrenn hon fer til Nuuk. Forsætisráðharrin og Kuupik Kleist, landsstýrisformaður, hittast í Nuuk hósmorgunin. Haðani flúgva tey til Narsarssuaq, har Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, bíðar eftir teimum. Hava fund í Igaliku Ríkisfundurin verður á Igaliku Bygdehotel seinnapartin hósdagin. Siglt verður til Ikaliku úr Narsarssuaq. 31.august er útferð við tyrlu á skránni. Farið verður til eitt vatnorkuverk, eitt nám og vitjað verður eisini í Brattalíð, har sum Eirikur Reyði búði og fyrsta kirkjan í Grønlandi var. Á veg til Grønlands steðgar danski forsætisráðharrin ein dag í Íslandi, har hon fer á almenna vitjan. Hóast strandalondini í fleiri ár hava fiskað meira enn tilmælini frá fiskifrøðingunum, so er makrelstovnurin í Norðuratlantshavi kortini væl fyri. Tað staðfesta nýggjastu, felags kanningarnar hjá ICES, sum Noreg, Ísland og Føroyar gjørdu við yvirlitstrolingum í summar. Meðan tilráðingin frá ICES síðstu árini hevur verið at fiska í mesta lagi 650.000 tons av makreli, so hevur trætan millum strandalondini havt við sær, at nógv meira er fiskað, tilsamans umleið ein millión tons um árið. Hækka ikki tilmælið Hóast stovnurin sambært nýggjastu ICES kanningunum ikki er minkaður av hesi ovurfisking, so fer ICES neyvan at hækka sítt tilmæli um mest loyvdu veiði, TAC, næsta ár, metir Jan Arge Jacobsen, fiskifrøðingur. Úrslitið av felags kanningunum verður lagt fram í London fyrrapartin. Hetta eru kanningar, ið verða brúktar sum grundarlag undir endaligu stovnsmetingunum og tilráðingum fyri fiskiskapin næsta ár. Endaligu tilmælini verða ikki liðug fyrr enn í oktober. Byggifeløg, sum vilja sleppa at endurbyggja Saltsiloina á Drelnesi, kunna nú bjóða seg fram.Saltsilogrunnurin bjóðar til undangóðkenning. Freistin at søkja um undangóðkenning er til 3.september. Síðani verða fýra, fimm ella seks byggifeløg biðin um at bjóða upp á høvuðsarbeiðstøkuna. Talan er um endurbygging og nýbygging upp á 2.800 fermetrar. 58 milliónir tøkar Saltsilogrunnurin hevur 58 milliónir krónur til arbeiðið, 20 milliónir úr landskassanum, 20 milliónir úr Maersk grunninum og 18 milliónir úr Statskassanum. Tá Saltsiloin er liðug, skal hon brúkast sum altjóða lista og tónleikahús Eftir einum uppskoti um tíðarætlan frá november í fjør skuldi arbeiðið bjóðast út tíðliga í vár. Og arbeiðið skuldi verið byrjað nú. Nú verður arbeiðið boðið út í oktober. Teir fýra, Terji Djurhuus, Jóannes Lamhauge, Ólavur á Váli og Dánjal Gomez Gudjónsson, eru dreingirnir handan føroyska dreingjabólkin All in . Fyri stuttari tíð síðan komu teir út, við einari endurinnspæling av hittinum hjá Jákupi Eli Joensen Vanja . Her er sjónbandalagið. Útflutningurin av fiski og fiskavørum vaks 160 milliónir krónur fyrra hálvár í ár, sammett við sama tíðarskeið í fjør. Sambært nýggjastu tølunum hjá Hagstovuni var fiskaútflutningurin tvær milliardir og 261 milliónir krónur fyrra hálvár. Fiskur er at kalla alt, sum føroyska samfelagið flytur út. Sambært hagtølunum var útflutningurin av øðrum vørum góðar 80 milliónir, bæði fyrra hálvár í fjør og fyrra hálvár í ár. Alifiskurin er størsti einstaki útflutningsbólkurin. Fyrra hálvár útfluttu føroyingar alifisk fyri 849 milliónir krónur. Uppsjóvarfiskur fyri 375 milliónir krónur Útflutningurin av botnfiski var 711 milliónir, meðan uppsjóvarfiskur varð útfluttur fyri 375 milliónir krónur. Fyrra hálvár í fjør útfluttu føroyingar skip fyri 268 milliónir krónur, meðan einki skip er selt av landinum í ár. Sambært nýggjastu tølunum hjá Hagstovuni er størsti vøksturin í útflutninginum av uppsjóvarfiski. Tað kemst einamest av økta útflutninginum av svartkjafti, sum fyrra hálvár í ár var 36.000 tons. Sama tíðarskeið í fjør var hann 14.000 tons. Virðið av svartkjaftinum er farið úr 76 milliónum upp í 153 milliónir krónur Forsetin í Hægstarætti upplýsti, tá rætturin tók málið upp til dóms seinnapartin klokkan hálvgum tvey, at dómurin verður sagdur klokkan 11 fyrrapartin 5. september 2012. Í ringasta føri fyri landskassan kann dómurin kosta yvir 100 milliónir krónur, um TAKS skal rinda alt meirvirðisgjaldið aftur. Tað kann eisini henda, at bilasølurnar, sum kravdu meirvirðisgjaldið, skulu gjalda tað aftur. Um uppáhaldið um fyrningarfreistina vinnur frama, tá dómurin fellur um slakar tvær vikur, verður bert talan um eitt endurgjald, sum verður umleið fýra til fimm milliónir krónur. Hendingin, sum nú er meldað til politiið, fór sambært pápanum hjá gentuni fram 23. mai 2012, tá fyrstilærarin í skúlanum í Hósvík skal hava verið harðlig og á tann hátt hava gjørt seg inn á eina 12 ára gamla gentu í skúlanum. Sambært skjølum, sum útvarpið hevur fingið innlit í, er skúlaleiðarin meldaður fyri at hava tikið harðliga í høgra arm á 12 ára gomlu gentuni, lagt hana á gólvið fyri síðani at hava sligið gentuna á høgra yvirarm. Sum útvarpið skilir, er málið nú meldað til løgregluna, sum skal gera nærri kanningar. Á politistøðini fæst ikki váttan fyri, at arbeitt verður við málinum, bert at allar fráboðanir verða viðgjørdar á sama hátt, staðfestir vakthavandi. Fyrstilærarin vísir ákærunum aftur Kvinnan, sum er fyrstilærari í Hósvíkar skúla, kendi einki til, at hon skal vera meldað til politiið fyri at hava framt harðskap móti 12 ára gomlu gentuni, tá útvarpið setti seg í samband við hana mikumorgunin. Tískil fer hon nú at seta seg í samband við sítt fakfelag, sum er Føroya Lærarafelag, til tess at fáa greiðu á, hvussu hon skal fyrihalda seg til ákærurnar, sum eru settar fram, og sum eisini er endað sum eitt politimál, sum útvarpið skilir. Deildarstjórin á skúladeildini í Mentamálaráðnum, Olaus Jespersen, váttar, at pápin at 12 ára gomlu gentuni vendi sær til hansara fríggjadagin 25. mai 2012, tí pápin vildi hava í lag ein fund um harðskapsmálið. Landskassin hevur ikki fingið fleiri inntøkur av tubbakssølu eftir lógarbroytingina, ið avmarkaði tollfría innflutningin úr 10 niður í fimm pakkar. Tað vísa tøl frá Taks, sum Vágaportalurin hevur fingið innlit í. Landsstýrið roknaði í 2009 við at fáa 12 milliónir krónur í eykainntøku av at skerja tollfría innflutningin av sigarettum niður í helvt. Men sambært tølunum hjá Taks hava punktgjøldini á sigarettum staðið í stað á góðum 61 milliónum krónum, bæði í 2010 og 2011. Keypa í Kastrup Avleiðingin av lógarbroytingini í 2009 var, at fólk heldur fóru at keypa tubbak í Kastrup og síðani býta tað út til kenningar í flogfarinum at taka heim við, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri fyri Vága Floghavn, við Vágaportalin. Jákup Sverri Kass sigur seg vóna, at landsstýrið tekur burtur avmarkingina á tollfría innflutningin av sigarettum, tí tollfría sølan er týðandi partur av inntøkugrundarlagnum, bæði hjá Vága Floghavn og Atlantsflogi. Nógva arbeiðið á uppsjóvarvirkinum Varðin Pelagic á Tvøroyri sæst nú aftur í arbeiðsloysistølunum fyri Suðuroynna. Síðan 1. juni hava nógv fingið . Tað upplýsir Ernst Jacobsen, stjóri á ALS, fyri Suðuroyarportalinum. 1. juni vóru fólk 191 arbeiðsleys, 1. juli var tað lækkað niður i 166. Og í dag, 22. august, eru 126 fólk arbeiðsleys skrásett í Suðuroynni. Hetta er eitt óvanliga stórt fall upp á so stutta tíð, sigur Ernst Jacobsen við Suðuroyarportalin. Hann ivast onga løtu í, at orsøkin er uppsjóvarvirkið á Tvøroyri. Størri kommunuskattur Portalurin skrivar, at allar kommunur í Suðuroynni hava havt størri skattainntøku í ár, og serliga stórur munur var í juli. Hóast arbeiðið á uppsjóvarvirkinum ikki rættiliga byrjaði fyrr í august, var nógv virksemi, tá virkið varð riggað til, og nakað av fiski varð eisini virkað í juli, skrivar Portalurin. Veturin 2010 2011 varð nýggj sending sett á skránna, har Jógvan D. Hansen, heimsspekingur, í útvarpinum greiddi frá ymsum filosoffum og hvørja ávirkan teir hava havt á teg og meg, okkara samfelag og heimin. Avgerð er nú tikin, at sendingin kemur aftur á skránna í Kringvarpinum. Í fyrstu sendingini, sum verður send mánadagin 3. september 2012, verður filosoferað um filosoffarnar áðrenn Sokrates. Sendingin raquo Filosoffarnir laquo verður í vetur á skránni mánadagar klokkan 17. Sendingarnar verða endursendar leygardag klokkan 13 og sunnudag klokkan 17. Móttøkuskipið Kai Yu, sum Thor hevur leigað, er nú á veg til skipini, sum fiska makrel í føroyskum sjógvi. Skipið kom á Kollafjørð úr Eysturgrønlandi gjáramorgunin at verða góðkent til at vera móttøkuskip. Thor hevur nøkur makrelloyvi til síni skip, men hvørji skip skulu lata Kai Yu makrel, vil Thor ikki upplýsa. Skip, sum selja útlendskum móttøkuskipum makrel, skulu lata landskassanum 2,00 krónur fyri kilo í avreiðingargjaldi umframt 25 oyru fyri kilo í veiðugjaldi. Kai Yu umskipaði 1800 tons av makreli til eitt frystifarmaskip, áðrenn skipið fór at sigla til Føroya. Kai Yu kann frysta 240 tons um samdøgrið. Inga Poulsen Dam er innstillað til starvið sum sóknarprestur í Vága prestagjaldi. AElig tlanin er, at Inga Poulsen Dam tekur við starvinum longu tann 1. september, men hon verður formliga sett nakað seinni, skrivar heimasíðan hjá Fólkakirkjuni. Inga Poulsen Dam hevur verið sóknarprestur í Norðstreymoyar prestagjaldi síðani aldarskiftið. Við í Norðstreymoy hoyrir Vága prestagjald við einum arbeiðsbýti, sum er 50 prosent. Kirkjuráðini í Vága prestagjaldi innstillaðu á felags fundi í gjár Ingu Poulsen Dam til starvið. Tað er landsstýrismaðurin í kirkjumálum, ið endaliga tekur støðu til innstillingina og setur prestin í embætið. Sjey umsóknir vóru til starvið. Nú klokkan níggju fer Hægstirættur at viðgera málið um meirvirðisgjaldið av skrásetingargjaldinum fyri bilar málið, sum kann fara at kosta landskassanum meira enn 100 milliónir krónur. TAKS tapti í Føroya rætti beint fyri jól í 2009, men vann so í Landsrættinum í januar í 2011. Kjarnin í hesum máli er, sambært Bjørn á Heygum, sum slapp í Hægstarætt við málinum, um tað almenna kann krevja gjøld, sum ikki standa í nøkrum lógarteksti. Sambært sjálvari grundlógini er tað ólógligt at krevja skatt og avgjøld uttan tað er lógarfest, sigur Bjørn á Heygum. Í hesum ítøkiliga málinum er talan um meirvirðisgjald av skrásetingargjaldi fyri bilar, 12.201, sum vórðu keyptir árini 1999 til 2005. Eystari landsrættur segði tann 19.januar í fjør, at TAKS gjørdi ikki nakað skeivt. Landsrætturin Mvg í lagi Hóast lógarbroytingin í 1999 sambært Landsrættinum ikki sigur, at heimild er at krevja mvg av skrásetingargjaldinum, er eingin ivi um hetta í forarbeiðinum til lógarbroytingina. Innkrevjingin var í lagi, tí tað ætlaði løgtingið, segði Landsrætturin. Eingin ivi er tó um, at ivi var um heimildina, sum kom í 1999, og tí varð lógin broytt aftur í 2005 fyri at sleppa undan hesum iva. Tapir TAKS í Hægstarætti, noyðist landskassin í ringasta føri fyri hann at rinda aftur meira enn 100 milliónir krónur í meirvirðisgjaldi áv skrásetingargjaldi. Tað veldst um nøkur fyrningarfreist verður galdandi. TAKS tapti í Føroya rætti beint fyri jól í 2009, men tá gjørdi fyrningarfreistin, at landskassin slapp nógv lættari enn tær stívliga 100 milliónirnar. Hvør skal gjalda Ein annars spurningur í hesum rættarmáli er, um fólk eiga at krevja bilasøluna eftir meirvirðisgjaldinum, ikki TAKS, uttan tá bilasølan ikki er til longur, tá ber til at fara beina leið til TAKS. Bilasølurnar, sum leggja út fyri TAKS, fáa so pengarnar aftur frá TAKS. Landsrætturin segði nei, tí kravda meirvirðisgjaldið var í lagi. Vanliga fellur Hægstirættur dóm eina viku eftir viðgerðina. Talan er um sokallað royndarmál. Tapir TAKS, so eru nøkur hundrað onnur mál á veg í Føroya rætt við dóminum hjá Hægstarætti sum grundarlagi. Fyrsta deild hjá Hægstarætti, sjey dómarar, viðger málið á Hotel Føroyum. Men báðar deildirnar, allir 19 hægstarættardómarar hava verið á kunningarferð í Føroyum hesa vikuna. Hetta er fyrstu ferð í søguni, og tann søgan er long, 350 ár, at Hægstirættur er í Føroyum. Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, dyrgir nú eftir útlendskum íleggjarum til Skálafjarðartunnilin. Í gjár kunnaði hann kinesiska sendiharran í Danmark, Li Ruiyu, um verkætlanina. Kinesiski sendiharrin hevur verið á vitjan í Føroyum seinastu dagarnar. Landsstýrismaðurin í innlendismálum sigur, at skal verkætlanin við Skálafjarðartunlinum gerast veruleiki á privatum grundarlagi, verður neyðugt við útlendskum íleggjarum. Hann ætlar, at arbeiðið at fyrireika tunnilin skal byrja longu í ár. Tilsamans eru 12 milliónir krónur settar av til Skálafjarðartunnilin næsta ár og í 2013. Hetta eru pengar, sum skulu brúkat til forkanningar í sambandi við, at arbeiðið verður boðið út. Privata felagið, sum upprunaliga tók stig til tunnilsætlanina, megnaði ikki at útvega fígging, og undirtøka fekst heldur ikki í samgonguni fyri at lata eitt alment felag gera tunnilin. Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum. Húsaleigan verður eitt sindur dýrari, men afturfyri verða hølis og atkomuviðurskiftini væl betri. Tað sigur Jan Danielsen, stjóri á Heilsutrygd, sum í hesum døgum flytur úr leigaðum hølum á Stangavegnum í Klaksvík í onnur leigað høli í bygninginum hjá Posta á Klaksvíksvegnum. Húsaleigan fer úr góðum 14.000 krónum upp í 17.000 krónur um mánaðin. Í nýggju hølunum fær Heilsutrygd 320 fermetrar at ráða yvir, meðan stovnurin í dag hevur smáar 200 fermetrar. Pengarnir eru væl útgivnir, tí vit fáa væl betri og størri høli, sigur Jan Danielsen, stjóri í Heilsutrygd, sum letur upp í nýggjum, leigaðum hølum hjá Posta í Klaksvík mánadagin. Leigumálið er galdandi til árslok 2015. John Johannessen, fyrrverandi løgtings og landsstýrismaður, er settur í starv sum skrivstovusleiðari hjá Ríkisumboðnum. Enn er ikki avgjørt, nær hann byrjar í nýggja starvinum, men tað verður í heyst. Áðrenn John Johannessen fór upp í politikk í 2004, starvaðist hann sum programmedarbeiðari í sjónvarpinum, og hevði farloyvi í starvinum, meðan hann var løgtings og landsstýrismaður. Seinasta hálva árið hevur John Johannessen verið í umsitingarligum starvi í Kringvarpi Føroya. Í summar var hann tó knýttur at Ríkisumboðnum í nakrar vikur í sambandi við ársfrágreiðingina hjá Ríkisumboðnum. Enn eina ferð er hoyringarfreistin í kærumálinum um festið í Fámara longd.Nú er hon til 31.august. Danska løgmálaráðið er eisini vorðið partur í málinum, tí sakførarin hjá Johan Dalsgaard, Thorkild Høyer, hevur kært sjálva uppboðssøluna av festinum til Løgmálaráðið. Thorkild Høyer hevur eisini biðið um, at Fiskimálaráðið ikki viðger kæruna frá Johan Dalsgaard, fyrr enn løgmálaráðið er liðugt við sín part. Tí er hoyringarfreistin nú longd tíggju dagar afturat. Havrannsóknarskipið Magnus Heinason, ið varð lagt um mánaðarskifti juni juli, tí skipið kravdi umfatandi umvælingar, hevur nú fingið loyvi frá klassaeftirlitinum at loysa. Men skipið kann ikki loysa, tí játtanin til Havstovuna er uppbrúkt. Havstovan hevur brúkt góðar tvær milliónir krónur av rakstrarjáttanini til umvælingar av Magnusi Heinasyni, og hevur nú biðið landsstýrið um 1,9 milliónir krónur í eykajáttan, upplýsir Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni. Eykajáttanin er neyðug, nú yvirlits rolingarnar á landgrunninum skulu gerast, sigur Eilif Gaard. Hann sigur, at yvirlits trolingarnar eru týdningarmiklar, tí tær eru grundarlagið undir stovnsmetingunum hjá Havstovuni. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sigur, at samgongan í løtuni viðgerð eykajáttanina til Magnus Heinason. Fyrrapartin í dag vitjaði Hægstirættur í Tinganes, har tey hittu løgmann, Kaj Leo Holm Johannesen. Løgmaður greiddi frá politisku støðuni, síðani hann tók við sum løgmaður í 2008. Sjúrður Rasmussen, løgfrøðiligur ráðgevi á Løgmansskrivstovuni, greiddi frá stjórnarligu viðurskiftunum í Føroyum og gongdini seinnu árini. Hægstirættur er kunningarferð í Føroyum, og allir 19 dómarnir eru við í ferðalagnum. Hægstirættur fer í morgin viðgera málið um meirvirðisgjald av skrásetingargjaldi fyri bilar. Hetta er fyrstu ferð í 350 ára søguni hjá Hægstarætti, at rætturin hevur rættarfund í Føroyum. Stjórin í danska pensjóns og tryggingarfelagnum, ATP, Lars Rohde, verður nýggjur tjóðbankastjóri í Danmark, tá Niels Bernstein fer frá fyri aldur í februar næsta ár. Tað skrivar Jyllandsposturin. Forsætisráðharrin tilnevnir tjóðbankastjóran. Lars Rohde er 58 ára gamal og útbúgvin búskaparfrøðingur. Hann hevur áður starvast í Arbejdernes Landsbank, Tjóðbankanum og ATP, har hann hevur verið stjóri. Lars Rohde hevur seinastu árini gjørt vart við seg í kjakinum um danska búskapin. Hann hevur fleiri ferðir sagt, at hann óttast, at stuttfreistaðu lánini kunnu verða ein bumba undir danska búskapinum. Útsøgnirnar hjá Lars Rohde samsvara sostatt vit tað, sitandi tjóðbankastjórin, Niels Bernstein, eisini hevur sagt um hesi lánini. Lítið er at fáa av makreli. Sunnudagin á midnátt vóru fráboðað 46.722 tons, upplýsir Fiskiveiðueftirlitið. Hetta er nógv minni enn sama dagin í fjør, tá 85.125 tons vóru fiskað. Á Fiskiveiðueftirlitinum vita tey ikki aðra orsøk enn, at minni er at fáa í ár. Og færri skip fiska makrel enn í fjør. Hjáveiðan av sild er ikki nakar trupulleiki longur. Síðani makreltíðin byrjaði eru fiskað 15.000 tons av sild. Kvotan hjá føroyingum er 134.075 tons í ár. Og harafturat eru 6.075 tons, sum lupu av í fjør. Yvir 90.000 tons eru tí eftir at fiska í ár. Í fjør var seinasti dagur, teir fiskaðu makrel, 23.september. Skipini, sum royna eftir makreli, eru vestanfyri móti íslendska markinum. Russarar, sum eisini fiska makrel í føroyskum sjógvi, hava fiskað 10.000 tons. Kvotan hjá teimum 12.500 tons. Seinnapartin í morgin letur bókasavnið við Løkin í Runavík upp alment, og samstundis verður bók um Jens Martin Knudsen og hansara ítróttarlív løgd fram. Á bókasavninum er framsýning av ymiskum lutum frá yrkisleiðini hjá Jens Martini í fótbólti, og sjálvandi er topphúgvan eisini við. Bókasavnið í Runavík hevur fingið nýggj høli í sama bygningi sum skúlin við Løkin og Løkshøll. Síðani skúlin við Løkin varð bygdur í 2008, og bókasavnið á Glyvrum flutti í nýggj høli, hevur bókasavnið verið nýtt sum skúlabókasavn. Bókasavið er eitt skúla og fólkabókasavn, sum at skúlin og skúlabørn nýta serliga fyrrapartar. Býráðið hevur nú avgjørt at bjóða borgarunum eitt rættiligt fólkabókasavn við fjølbroyttum virksemi, og hevur tí sett Svend Højgaard í starv sum leiðara. Í fyrstu atløgu verða upplatingartíðirnar fyri almenninginum gerandisdagar, frá 13 18. Vøggustovur, barnagarðar og aðrir stovnar ella felagskapir kunnu tó vitja bókasavnið fyrrapartar eftir avtalu. Tiltakið í nýggja bókasavninum við Løkin verður í morgin klokkan 14. Í staðin fyri 6 milliónir krónur átti Granskingarráðið at havt einar 30 milliónir krónur árliga. Og tann peningin kundu einstakir granskarar søkt um uttan úr heimi. Tað heldur Bogi Bech Jensen, phd. og lektari á Danmarks Tekniske Universitet. Hann hevur sjálvur gjørt nógv við at søkt pening til gransking. Fleiri tilboð fyri sama pening Herfyri segði landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, at Fróðskaparsetrið eigur at kunna bjóða fleiri útbúgvingar fyri teir somu pengarnar. Men stutt eftir vísti rektarin á Fróðskaparsetrinum, Sigurd í Jákupsstovu, hesum aftur. Nei, tað haldi eg ikki ber til. Fíggjarætlanin hjá Setrinum er tambað, so hon stendur at bresta. Tað ber ikki til at seta á stovn nýggj útbúgvingartilboð á Setrinum, uttan at setrið fær fleiri resursir, segði Sigurd í Jákupsstovu við Útvarpið. Lektari á DTU samdur Bogi Bech Jensen, phd., og lektari á Danmarks Tekniske Universitet, er samdur við rektaran á Fróðskaparsetrinum. Skalt tú hava meira gransking, so er neyðugt við fleiri vísindafólkum. Og fleiri vísindafólk krevur meira pening, sigur Bogi Bech Jensen. Hann vísir hinvegin á, at fleiri hættir eru at útvega pening til gransking. Søkir sjálvur um pening Tað er sjálvandi møguleiki at fáa pening á fíggjarlógini. Men, tað, sum eg geri nógv burturúr, er at søkja um pening frá tí, sum svarar til Granskingarráðið. Tann peningurin verður nýttur til vísindafólk, sum bæði standa fyri frálæru og gransking á universitetinum. Og her á deildini ella sentrinum, sum eg starvist, hevur gingið væl at fingið pening. Minni enn fjórði hvør granskari fær løn sína umvegis fíggjarlógina, restin er sett í starv av peningi, vit hava útvegað sjálvi, sigur Bogi Bech Jensen. Peningurin er annaðhvørt komin úr Danmark ella úr ES, har føroyingar eisini kunnu søkja. Góðskutrygd Ein fyrimunur við at søkja um pening sjálvi er, at tað gevur eina ávísa góðskutrygd. Tað krevur at vit mugu skjóta upp skilagóðar ætlanir, sum aðrir serfrøðingar kanna og eftirkanna. Tað tryggjar optimala gransking allan vegin, sigur Bogi Bech Jensen. Føroyski lektarin á DTU arbeiðir við at menna el motorar og el generatorar. Hetta seinasta árið hevur hann einsamallur útvegað 12 milliónir krónur til gransking á sínari deild. Og møguleiki er fyri at fáa 4 milliónir aftrat í nærmastu framtíð. At ein vøra hevur stemplið vistfrøðilig merkir ikki altíð, at hon er góð fyri heilsuna, sum vistfrøðiligar vørur annars verða sagdar at vera. Matvørudeildin á Heilsufrøðiligu starvsstovuni ávarar móti einari vistfrøðiligari kryddblanding, sum eitur Italiensk Krydderi økologisk . Fyritøkan Urtekram, sum ger vøruna, hevur kallað hana aftur, tí salmonella er funnin í vøruni. Vøran er seld í Føroyum, men handlarnir, sum høvdu hana, selja hann ikki longur. Talan er um Italiensk Krydderi økologisk í pakkum við 45 grammum, og haldførið er til 31.desember í 2013 ella 3.januar í 2014. Fólk, sum hava hesa vøru, eiga at tveita hana burtur ella lata handlinum hana aftur. Fleiri upplýsingar um salmonella fongda kryddið eur á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni hfs.fo. Nú danska fíggjarlógin fyri 2013 skal gerast liðug, hevur fólkatingskvinnan hjá Grønlandi, Sara Olsvig í Inuit Ataqatigiit, nýtt høvið at minna stjórnina á, at fólkatingslimir hjá Grønlandi og Føroyum eiga lívið í stjórnini, tí uttan Grønland og Føroyar hevur stjórnin ikki neyðugan meiriluta í fólkatinginum. Sambært grønlendskum fjølmiðlum hevur Sara Olsvig havt fund við Bjarne Corydon, fíggjarmálaráðharra, um grønlendsku áhugamálini í donsku fíggjarlógini. Sara Olsvig hevur eisini hitt aðrar danska ráðharrar í sambandi við fíggjarlógina fyri 2013. Danska stjórnin hevur framvegis ikki svarað, um tað er í lagi at taka 28 milliónir krónur úr Íleggingargrunninum til at gjalda fyri at burturbeina gamla dynamittið við flogvøllin í Vágum. Men Vinnumálaráðið hevur fyri stuttum rykt eftir svari. Johan Dahl, landsstýrismaður, sigur, at pengarnir fara ikki av tí, sum eftir er til at byggja nýggja farstøð fyri. Fæst ikki meira úr Íleggingargrunninum, verður neyðugt at viðgera spurningin politiskt fyri at fáa eykajáttan, sigur landsstýrismaðurin. Tað var fyrrapartin í mai, at Jóhann Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, hitti Henrik Dam Christensen, flutningsmálaráðharra. Johan Dahl bað um pengar til at beina burtur gamla spreingievnið við flogvøllin. Uppskotið var at taka pengarnar, 28 milliónir, úr Íleggingargrunninum. 365 milliónir eru longu tiknar úr grunninum til at útbyggja flogvøllin. Johan Dahl boðaði dønum frá, at málið hevur skund, tí arbeiðið skuldi gerast alt fyri eitt. Men skulu fleiri pengar takast úr Íleggingargrunninum til flogvøllin í Vágum, skal danska stjórnin leggja eina lógarbroyting fyri fólkatingið fyrst. Føroya Arbeiðarafelag tekur undir við uppskotinum hjá Johan Dahl, landsstýrismanni, um at avmarka ræðisrættin hjá útlendingum í føroysku alilógini. Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, sigur í einum lesarabrævi á Portalinum, at ræðisrætturin má ikki gleppa okkum av hondum, tí annars kunnu arbeiðsplássini ógvuliga skjótt fara sama veg. Eigur ein stórfyritøka meirilutan í einum føroyskum alibrúki, er tað bert spurningur um tíð, áðrenn henda fyritøkan keypir allar vørur og tænastur frá egnum undirfyritøkum, og sjálv hagreiðingin av alifiskinum kann eisini flytast av landinum. Og so er einki eftir, sigur Georg F. Hansen. Ikki alt á føroyskum hondum Formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag ávarar eisini ímóti, at alivinnan endar á fáum føroyskum hondum. Hetta er vandakós. Bæði tí, at tað er órættvíst, men ikki minst tí, at fallið verður ógvusligt, um alivinnan aftur verður fyri hóttafalli. Eitt bakkast kostar hópin av arbeiðsplássum og hevur syndarligar avleiðingar fyri tann einstaka og samfelagið, og milliardum av mistum krónum útflutningsvirði. Tí skal byrgjast fyri hesum ongantíð ov skjótt, sigur Georg F. Hansen. Stovnurin Studni, ið umsitur lestrarstuðulin til føroysk lesandi, er fluttur úr hølum í Mentamálaráðnum á Hoydalsveg 1, millum Havnará og KFUM. Tað var Oluf Skaalum, fyrrverandi blaðstjóri á Dimmalætting, sum bygdi húsini í 1914. Seinastu nógvu árini hevur landið átt húsini, og tey hava verið nýtt til bústað hjá landsverkfrøðinginum, sum landsstýrismannabústaður og í nøkur ár eisini sum bústaður hjá lesandi. Ein umfatandi umvæling av húsunum er gjørd seinastu tíðina, og nú er Studni fluttur inn. Sambært heimasíðuni hjá Studna, eru seks fólk knýtt at stovninum. Toska og hýsufiskiskapurin hjá flakatrolarunum Gadusi og Vesturvón hava nú fingið MSC góðkenning. At fiskiskapurin hjá hesum báðum trolarunum hevur fingið góðkenning frá Marine Stewardship Council, ber í sær, at vørurnar kunnu merkjast við sermerkta bláa búmerkinum hjá MSC, og hetta er eitt virðismikið amboð í marknaðarføringini av vøruni, serliga í ES londunum. Í tíðindaskrivi frá MSC verður upplýst, at hetta er fyrstu ferð, at føroyskur fiskiskapur eftir botnfiski hevur fingið MSC góðkenning. Norsk Veritas hevur gjørt góðkenningina av umsóknini, sum JFK hevur gjørt vegna Gadus og Vesturvón. Kannað varð, hvussu toska og hýsustovnurin eur fyri, og hvørja ávirkan fiskiskapurin hevur á vistfrøðina í økinum. Norsk Veritas kundi staðfesta, at toska og hýsustovnurin í Barentshavinum er í góðum standi, og at veiðutrýstið er hóskiligt. Grønlendski landsstýrisformaðurin, Kuupik Kleist, vil hava danskar myndugleikar at verða meiri smidligar, tá Grønland hevur samband við onnur lond. Í løtuni hava vit nógv samband við umheimin, men tað ber ikki til at hava beinleiðis samband við eitt nú stjórnarleiðarar, tí vit eru ikki at meta sum eitt ríki, sigur Kuupik Kleist í samrøðu við Politiken. Var eg danskur forsætisráðharri, hevði eg tikið bæði føroyskar og grønlendskar politikarar upp á ráð og verið meiri smidligur, tá ið ræður um tað formliga í hesum máli, sigur grønlendski landsstýrisformaðurin. Størri sjálvstýri Kuupik Kleist vil ikki siga, hvørjum leisti hann væntar, at Grønland verður stýrt eftir í framtíðini, men hann vónar at fáa størri sjálvstýri. Vit flyta okkum sum tjóð til at gerast eitt ríki. Tað kann vera, at vit gerast eitt lýðveldi, ella at vit eins og londini í Commonwelth hava felags kongshús við Danmark. Tað, sum hevur týdning er, at grønlendingar hava ræði í sínum egna landi, sigur Kuupik Kleist í samrøðuni við Politiken. Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir landsstýrinum til at seta eina skipan við talgildari undirskrift í gildi í hesum tingárinum. Arbeiðsgevararnir siga, at ein slík skipan kemur landi, kommunum, vinnu og borgarum til góðar. Almenna og kommunala fyrisitingin høvdu verið smidligari, og peningur er helst at spara. Í løtuni eru møguleikarnir fyri avgreiðslu á netinum ógvuliga avmarkaðir, og vit hava framvegis onga talgilda undirskrift, sum er ein fortreyt fyri at nýta talgildar skipanir, verður sagt. Við talgildari undirskrift hevði borið til at bíleggja sær tíð hjá tannlækna, stovna virki gjøgnum Skrásetingina, fáa atgongd til persónligar sjúklingajournalir, umframt at góðkenna og rætta síni skattaviðurskifti gjøgnum heimasíðuna hjá Taks, sigur Arbeiðsgevarafelagið. Fíggjarlógararbeiðið í heyst verður avgerandi fyri framtíðina hjá føroysku sendistovnunum. Tað tykist vera greitt eftir samráðið í Uttanlandsnevndini fríggjadagin, hagar løgmaður varð boðsendur at svara spurningum um føroysku sendistovunar. Uttanlandsnevndin spurdi, hvat endamálið er við sendistovuni í Keypmannahavn. Og hvør avleiðingin hevði verið, um tann sendistovan varð løgd niður. Umframt endamálið við sendistovuni í Keypmannahavn spurdi Uttanlandsnevndin løgmann um føroyskar sendistovur í fjareystri og Russlandi, og um hann ætlar at endurskoða ella útseta avgerðina um sendistovuna í London. Uppraðfesta uttanríkistænastuna Uttanlandsnevndin upplýsir ikki, hvat verður sagt í samráðum við landsstýrisfólk. Men sum skilst fer fíggjarlógarviðgerðin í heyst at avgera framtíðina hjá føroysku sendistovunum, tað er um uttanríkistænastan verður uppraðfest. Uppskotið hjá landsstýrinum um fíggjarlógina fyri 2013 skal vera liðugt um ein góðan mánað, fyri tann 1.oktober. Sparing var orsøkin til, at løgmaður avgjørdi at lata sendistovuna í London aftur og flyta virksemið har til Brússel. Hægstirættur er á kunningarferð í Føroyum. Allir 19 dómarar í Hægstarætti eru við á ferðini, sum endar mikudagin við, at Hægstirættur viðger málið um meirvirðisgjaldið av skrásetingargjaldinum fyri bilar. Tann rættarfundurin verður á Hotel Føroyum. Nú, meðan Hægstirættur er í Føroyum, vitjar hann løgmann, sum skal kunna um landsstýrið, politisku støðuna og ríkisfelagsskapin, løgtingið, ríkisumboðið, fútan, Fróðskaparsetrið, Løgtingsins umboðsmann, Færøernes Kommando og Føroya rætt. Fyrstu ferð í Føroyum Hetta er fyrstu ferð, at Hægstirættur heldur rættarfund í Føroyum, hóast Hægstirættur av og á viðger føroysk sakarmál. Hægstirættur skal, eins og Føroya rættur og Eystari landsrættur, taka støðu til, um TAKS ólógliga kravdi meirvirðisgjald av skrásetingargjaldinum á 12.200 akførum í tíðarskeiðnum 1999 2005. Fáa bileigararnir viðhald, fer tað at kosta landskassanum yvir 100 milliónir krónur í endurgjaldi. Málið er meira enn seks ára gamalt. Í Føroya rætti fingu bileigararnir viðhald. Men í Eystara Landsrætti 20.januar í fjør fekk TAKS viðhald. Norðoya Sparikassi hevði 2,7 milliónir krónur í avlopi eftir skatt fyrra hálvár. Hetta eru 1,4 milliónir færri enn somu tíð í fjør, og orsøkin er gongdin í virðisjavnan. Hóast avlopið minkaði, er Sparikassin nøgdur við úrslitið. Í fjør varð mett, at Norðoya Sparikassi í ár fer at hava 15 milliónir krónur í avlopi í grundrakstrinum, og henda metingin stendur við. Grundraksturin fyrr hálvár í ár batnaði fýra milliónir samanborið við somu tíð í fjør. Gongdin í inn og útlánum hevur við sær, at innlánsundirskotið fyrr hálvár er lækkað 23,5 milliónir krónur, úr 38,6 milliónum niður í góðar 15 milliónir krónur Rinda lán aftur Higartil í ár hevur Norðoya Sparikassi goldið 264 milliónir krónur aftur í láni, sum vórðu tikin við ríkisveðhaldi. Av hesum eru 200 milliónir umfíggjaðar yvir trý ár við lægri rentu. Restin av láninum, 86 milliónir krónur, verður afturgoldið í hesum mánaðinum. Hóast alt lánið er afturgoldið fyri tíðina, er gjaldførið framvegis gott, sigur Sparikassin. Solvensurin er seinasta orðið hækkaður eitt prosentstig, upp í 16,7 prosent. Mark Chapman, sum drap fyrrverandi beatles leikaran, John Lennon, roynir nú fyri sjeyndu ferð at fáa grið, siga keldur í New York State fongslinum. Ein talskvinna fyri fongslið sigur, at umbønin frá John Lennon kemur til viðgerðar í eini hoyring, sum byrjar í morgin, og sum fer at vara tveir ella tríggjar dagar. Hon væntar, at støða verður tikin til umbønina seinni í vikuni. Yoko Ono hevur áður sagt, at Chapman er framvegis ein hóttan móti henni og báðum synunum. Chapman hevur annaðhvørt ár síðani 2000 biðið um at verða royndarleyslatin, men hvørja ferð er umbønin sýtt. Í dag er fyrsti skúladagur hjá 746 børnum. Tað eru 11 fleiri enn í fjør, skrivar Skúlablaðið. Í Tórshavnar kommunu fara 295 børn í skúla fyrstu ferð í dag. Hetta eru 25 fleiri enn í fjør. Harafturat fara 14 børn í fyrsta flokk í teimum báðum frískúlunum í kommununi, tvey fara í Frískúlan við Hoyvíkstjørn og 12 í Frískúlan í Havn. Níggju børn byrja í frískúlanum Kelduni í Skálafirði. Í 17 fyrstu flokkum er næmingatalið minni enn tíggju næmingar, í trimum flokkum eru tveir næmingar, og í tveimum fyrstu flokkum er bara ein næmingur, skrivar Skúlablaðið. Og 79 næmingar byrja í teimum trimum forskúlunum í dag. 32 ára gamli maðurin, sum í gjáramorgunin brúkti knív ímóti einum 40 ára gomlu manni í Plantasjuni í Havn, er eftir grundlógaravhoyring í gjárkvøldið varðhaldsfongslaður í fýra vikur. Tað skrivar Portalurin. Maðurin er skuldsettur eftir trimum greinum í revsilógini. Í fyrsta lagi er hann skuldsettur fyri harðskap, í øðrum lagi fyri at hótta, og í triðja lagi fyri gera likamligan skaða á annan persón. Í grundlógaravhoyringini í Føroya rætti játtaði tann 32 ára gamli maðurin seg sekan í at hava sligið tann 40 ára gamla í høvdið og andlitið, og at hava skorið hann í høkuna við einum knívi, hann hevði uppi á sær. Sambært Portalinum, fingu fjølmiðlarnir forboð ímóti at referera annað enn skuldsetingina og longdina á fongslingini frá rættarfundinum, tí politiið enn ikki hevði avhoyrt eitt møguligt vitni í málinum. Grindin, sum varð funnin einar tíggju fjóðringar úr Eiðiskolli, bleiv rikin inn á Tjørnuvík. Einir 50 hvalir løgdu beinini á sandinum í Tjørnuvík. Sambært Vágaportalinum skulu hvalirnir sleipast til Eiðis, har hon verður skorin upp. Innfrystingarskipið KAI YU er nú ávegis til Føroyar og verður her mánamorgun, upplýsir reiðaríðið Thor. Skipið var eisini ávegis til Føroyar fyri trimum vikum síðani, men tá var avgjørt fyrst at royndarfiska í Grønlandi. Fiskiskapurin eftir makreli í grønlendskum farvatni hevur eydnast sera væl.Áðrenn KAI YU setti kós móti Føroyum vóru sløk 1800 tons av makreli landaði til eitt frystifarmaskip, sum kom til Grønlands eftir fiskinum. KAI LI, eitt annað skip hjá sama felag, er nú á leiðini har og fiskar saman við grønlendska trolaranum Angunnguaq II. Nú KAI YU kemur í føroyskan sjógv, fer tað at taka ímóti makreli úti á fiskileiðunum. KAI YU kann frysta 240 tons um samdøgrið. Gongst sum ætlað skal Smyril byrja at bunkra í Vági í september, skrivar Suðuroyarportalurin. Seinastu vikurnar hevur J amp K Petersen arbeitt við at gera atløgubryggjuna á sunnara landi í Vági soleiðis, at skip kunnu leggja at og bunkra tungolju. Poul Augustinussen, formaður í Havnanevndini hjá Vágs kommunu, sigur við Suðuroyarportalin, at arbeiðið gongur sum ætlað, og verður liðugt 1. september. Ein 5 ára avtala er gjørd við Strandferðsluna um bunkring hjá Smyrli, sum kann longjast, tá skeiðið er runnið. Eftir ætlan fáa onnur skip eisini møguleika fyri at bunkra tungolju í Vági. Havnin er gjørd soleiðis, at Smyril og skip av teirri støddini, kunnu liggja við nýggju atløgubryggjuna í øllum veðri, sigur Poul Augustinussen, sambært Suðuroyarportalinum. Shell hevði at kalla slept sínum heilt stóru ætlanum at bora fimm brunnar, men ætlar nú kortini at bora áðrenn ísurin legst. Shell hevur gjørt íløgur fyri meiri enn 24 milliardir dollarar ella um leið 145 milliardir krónur yvir seks ár til tess at vera fyrst at bora í Chukchi tjuktji og Beaufort Havinum. Men aftur og aftur er ætlaninar um boringarnar støðgaðar í sambandi við rættarmál frá umhvørvisfelagsskapum ella vanlukkur. Millum annað hava stórir ísflakar seinkað boringunum. Í juli mánaði var eitt skip við at farast inni við land. Ongin skaði hendi, men óhappið setur spurnartekin við, um Shell er til reiðar og megnar at fara til verka í arktiska økinum, har tað er myrkt leingi, nógvur vindur og nógvur ísur. Størsti trupulleikin hevur kortini verið at fingið skipið, Arktis Challanger, riggað til. Skipið hevur ein kupil, sum skal kunna setast yvir ein møguligan oljuleka, um tað skuldi hent, og harvið forða fyri einari vanlukku. Skipið er framvegis á beding og er ikki til reiðar at fara enn. Shell hevur sent 40 teknikarar til Alaska at fáa Arktis Challanger kláran. Orkuserfrøðingar siga, at nógv olja er í havinum kring Arktis. Mett verður, at ein millión tunnir olja kunnu fáast upp um dagin. Tað var tíðliga í morgun í Plantasjuni í Havn, at maðurin í tríatiárunum skar ein annan mann, eisini í tríatiárunum í hálsin við einum knívi og rýmdi av staðnum beinanvegin. Tann stungni maðurin fór inn til fólk í grannalagnum at biðja um hjálp og kom stutt eftir á sjúkrahúsið. Hann er ikki í lívsvanda. Politiið fann skjótt mannin, sum var rýmdur, og handtók hann. Hvør orsøkin er til drápsroyndina vil politiið ikki upplýsa í løtuni. Maðurin er skuldsettur fyri drápsroynd og skal til grundlógaravhoyring í Føroya Rætti í kvøld. Var eg danskur forsætismálaráðharri, so hevði eg gjørt alt fyri at Føroyar og Grønland vóru verandi í ríkisfelagsskapinum, sigur landsstýrisformaðurin Kuupik Kleist í samrøðu við ábyrgdarblaðstjóran á Politiken, Bo Lidegaard í sambandi við, at ríkisfundur verður í Grønlandi seinast í mánaðinum. Greinin er onnur greinin av trimum, sum Politiken hevur við politisku leiðararnar í ríkisfelagsskapinum. Seinasta sunnudag var grein við Føroyar løgmanni, Kaj Leo Holm Johannesen, sum í vikuni hevur elvt til nógv kjak. Eyguni vendast móti Grønlandi Kuupik Kleist, landsstýrisformaður í Grønlandi væntar, at Grønland tey komandi árini fer at gerast meiri sjálvstøðugt, men at vit væntandi fara at samstarva um verjupolitikkin og um umhvørvismál, sum viðkoma øllum heiminum. Tónin í greinini ber brá av støðuni í Grønlandi í løtuni. Áhugin fyri Grønlandi veksur, tí hetta er arktiska økið, har størstu veðurlagsbroytingarnar henda. Grønland er saman við restini av ríkisfelagsskapinum við í einum strategiskum spæli. Tað snýr seg um markið í Íshavinum við Norðpólin. Siglirutuna til Asia við útnyrðingsleiðina. Og tað snýr seg í stóran mun um olju og mineralir í grønlendsku undirgrundini. So er spurningurin, hvussu grønlenska samfelagið megnar hesar avbjóðingar, sigur Kleist. Politiken hitti Kuupik Kleist í juni har tosað varð um framtíðina í ríkisfelagsskapinum. Kuupik Kleist hevur sitiðfólkatinginum fyri nøkrum árum síðan Inuit Ataqatigiit, har hann var ein íðin fortalari fyri sjálvstýri í Grønlandi. Meir samstarv Kuupik Kleist sær fyri sær, at Grønland fer at verða sjálvstøðugt búskaparliga og politiskt, men fer at hava tætt samstarv við Danmark. Og eg ímyndi mær tað sama við Føroyum, sigur Kuupik Kleist. Men var eg forsætisráðharri í Danmark, hevði eg gjrøt alt fyri at varðveitt Føroyar og Grønland i Ríkisfelagsskapinum, sigur hann. Tí tað snýr seg jú um 98 prosent av øllum økinum í danska kongaríkinum. Og Grønland hevur størst týdning í arktiska økinum, sigur hann. Men hvat skal til, fyri at landsstýrisformaðurin vil varðveita ríkisfelagsskapin Kuupik Kleist heldur tað vera løgi, at Danmark skal umboða okkum uttanlands og tosa við aðrar statsleiðarar um arktisk og grønlendsk viðurskifti. Eg hevði roynt at fingið bæði grønlendskar og føroyskar politikarar við so nógv sum til ber. Men mítt ynski er at fáa eitt sjálvstøðugt Grønland í tøttum samstarvi við Danmark Eisini vónar landsstýrisformaðurin, at Grønland fær sjálvstøðugan limaskap í ST. Vit arbeiða framímóti størri sjálvstýri og einum sjálvstøðugum uttanríkispolitikki. Kanska fara vit at hava felags verjupolitikk við Føroyar og Danmark. Kleist heldur, at tað fyri Grønland er best at hava beinleiðis samband við Kina, men vit vilja fegin hava danska uttanríkisráðið undir liðini, tí tey hava eitt stórt apparat, sum kann greina og skriva, og tað kann vera trupult hjá okkara lítlu uttanríkistænastu, sigur hann. Norski professarin í búskapi, Karen Helene Ulltveit Moe, sigur í eini samrøðu við tíðindastovuna NTB, at so leingi Grikkaland ikki megnar at uppfylla tey krøvini sum ES og evrosamstarvið krevja av landinum, so er bara ein loysn, og tað er at Grikkaland verður koyrt úr evrusamstarvinum. Hetta er tó ikki bara eitt lagnuheyst fyri grikkar, men fyri øll londini sum hava evruna. Um Grikkaland rýkur út, so standa fleiri onnur lond og kunnu koma í somu støðu. Talan er serliga um Italia, Spania, Portugal og Írland. Tølini eru rættiliga neilig, og ringt er at síggja nakrar glottar. Grikski búskapurin minkaði 6,2 prosent í øðrum ársfjóðringi. Arbeiðsloysi er farið uppum 23 prosent, og hjá teimum ungu eru meir enn helmingurin uttan arbeiði. Grikkaland hevur ringt við at fylgja teimum krøvunum sum altjóða lániveitarar krevja at landið ger, fyri at lána teimum pengar.Mánadagin skal Grikkaland rinda aftur eitt lán uppá fleiri miljardir. Fyri at kunna gera tað kann landið noyðast at taka eitt stuttfreista lán. Tóðarritið The Economist hevur sett upp eitt roknistykki sum vísir at tað kemur at kosta evrusamstarvinum 323 miljardir um Grikkaland skal burtuúr samstarvinum. Og tíðarritið metir at um Grikkaland dregur Portugal, Írland, Kypros og Spania við sær, so kostar tað samstarvinum 1155 miljardir evrur. Men talan er ikki bara um pengar, men eisini um politisku javnvágina í Evropa. Ikki síðani árini millum hemimsbardagarnar have vit sæð so nógvan fíggjarligan ófrið í Evropa, sigur Ulltveit Moe. Maðurin hevði bæði spreingievni og skotvápn, og løgrfeglan sigur seg ikki vera í iva um, at hann ætlaði at fremja álop. Maðurin er fyrr dømdur fyri eina bumbuatsókn, og hann hevði ætlanir um at klæða seg sum løgreglumann, tí løgreglan hevur funnið slík klæði í íbúðini hjá honum í býnum Ostrava. Løreglan heldur eisini at maðurin er ein fjeppari hjá Anders Bering Breivik, tí hann hevur nýtt hansara navn í teldupostum, skrivar BBC. Tá vit rannsakaðu íbúðina, funnu vit telduútgerð, vápn, lóður og spreingievni, sigur kriminalovastin í býnum, Radovan Vojta. maðurin hevði eisini eina spreingiløðing liggjandi í íbúðini. Løgreglan fekk boð um at okkurt óvanligt var á veg, og rannsakaði íbúðina hjá manninum 10. august, men ikki fyrr enn í dag, valdi løgreglan at almannakunngera hendingina. Maðurin sum er 29 ára gamal, hevur einki viljað sagt um, hvørjar ætlanir hann hevði, sigur løgreglan. Ein dómstólur fer í næstu viku at gera av, um maðurin skal fongslast, ella um hann skal leggjast inn á eitt sinnissjúkrahús. Hann tekur við eftir fyrrverandi ST aðalskrivaran, Kofi Annan, sum fyrst í august gavst við royndunum at fáa frið í Sýrialandi, tí hann fekk ov lítlan stuðul frá ST. Sýriski varaforsetin, Faruq al Shara sigur seg vera væl nøgdan við valið av sendiharra, og bæði Rusland og Kina siga seg fara at samstarva við Brahimi. Brahimi hevur umhugsað støðuna leingi, men í gjár boðaði hann ST aðalskrivaranum, Ban Ki Moon frá, at hann fer at gera eina roynd at fáa frið í lag í Sýrialandi. 78 ára gamli Brahimi, sum hevur drúgvar royndir sum sendimaður hjá ST í ófriðarligum økjum, sigur, at uttan stuðul frá einum samdum trygdarráð, verður torført at fáa frið í lag í Sýria. Tí fegnst hann um, at bæði leiðslan í Sýria, og Rusland og Kina siga seg vilja samstarva. Samstundis sum stríðst verður í gøtunum í høvuðstaðnum, Damaskus. Sagt verður frá at 72 fólk lógu eftirá í bardøgum um alt landið í gjár. Almenna sjónvarpið í Sýria boðar frá, at stjórnarhermennhava rikið uppreistrarfólk úr floghavnini í Aleppo, og at tað sama er við at henda við altjóða floghavnina í Damaskus. Uppreistrardeildirnar hava ikki gjørt nakrar viðmerkingar til tíðindini. Ein talsmaður fyri uppreistrardeildirnar sigur við sjónvarpsstøðina, al Jazeera, at harðir bardagar eru í útriðini av Damaskus, og at tung vápn verða nýtt í bardøgunum. Haraftrat frættist um at harðir bardagar eru brostnir á í fleiri øðrum býum, teirra millum Daraa, Deir Ezzor landspartinum og í býnum Homs. Andstøðukeldur upplýsa, at 65 lík eru finnin á einum ruskplássi við Damaskus. Tey vóru bakbundin og síðani skotin. Upplýsirngarnar sum koma, kunnu ikki váttast av óheftum keldum, tí myndugleikarnir í Sýria vilja ikki loyva eygleiðarum til økini har bardagar eru. USA hevur mótmælt fundinum. Equador hevur givið Assange polittiskt friðskjól, eftir at hann flýddi inn á sendistovuna í London. Bretsku myndugleikarnir hava boðað frá, at Assenge ikki sleppur úr Bretlandi, eftir at hægsti rættur í Bretlandi hevur gjørt av, at Assange skal sendast til Svøríkis, har hann er skuldsettur fyri kynsligan ágang ímóti tveimum kvinnum. Tað er Equador sum hevur kallað saman til fundin í OAS. 23 lond taka undir við avgerðini, meðan USA, Kanada og Trinidad og Tobago atkvøddu ímóti. Fundurin verður á skrivstovuni hjá OAS í Washington tann 24. august, hóast USA ikki fer við á fundin. Equador roynir at finna sær polittiskan stuðul til avgerðina um at geva Assange polittiskt friðskjól. Avgerðin hevur elvt til diplomatiskt stríð ímillum Equador og Bretland og Svøríki. OAS samtykti í 1954m, at fólk sum verða forfylgd av polittiskum ávum, kunnu fáa friðskjól í londunum. USA tvíheldur um, at OAS skal halda fingrarnar burtur frá málinum um Assange. Málið er ímillum Equador og Bretland, og hevur einki við OAS at gera, sigur amerikanska uttanríkisráðið. Equador hevur eisini kallað suðuramerikansku londini saman til fundar um sama mál. Tann fundurin verður í dag. Myndugleikarnir siga, at talan var um eitt lítið flogfar av slagnum Cessna. Flogfarið var á veg til heimbýin hjá ráðharranum, tá tað datt niður. Flogfarið fekk trupulleikar við motorinum, og bað um loyvi at neyðlenda á eini oyggj. Men flogfarið náddi ikki til oynna, og datt niður í havið. Fýra fólk vóru við flogfarinum, og lívverjin hjá ráðharranum kom frá hendingini við lívinum. Hini trý eru ikki sædd síðani. Leitingin var steðgað tá myrkur kom á, men farið verður aftur at leita í lýsingini, siga stjórnarkeldur á Filipsoyggjunum. Nú hevur danska hagstovan almannakunngjørt fyrstu veruligu tølini, og tey vísa, at fyrra hálvár hava 12.300 fólk vent kirkjuni bakið. Til samanberingar verður upplýst, at í 2011 meldaðu góð 13.000 fólk seg úr kirkjuni, skrivar Kirkjuligt Dagblað. Gongdin er eitt greitt tekin um nógvu umrøðuna sum málið um at kirkjan kann víga samkynd, sigur relegiónsgranskarin, Marie Vejrup Nielsen. Nógv verður gjørt fyri at bjóða ferðafólkum serlig upplivilsir. Eisini hotellini royna at finna okkurt nýtt sum skal lokka teg og meg til at velja akkurát teirra hotell. Kenslan av at svimja í 24. hædd og síggja beint niður skal vera heilt serstøk. Hetta er fyrsta hotellið í Kina sum hevur ein slíkan útbygning við einum svimjihyli. Fyri tey sum ræðast hæddir, so kann sigast at meginparturin av tí 30 metrar langa, átta metur breiða og 1,5 metur djúpa hylinum, er inni á hotellinum. Skipið æt Terra Nova . Tá Scott kom á Suðurpólin í januar í 1912, mátti hann viðganga, at norðmaðurin Roald Amundssen, var komin á Suðurpólin undan honum. Á ferðini aftur til skipið, doyðu Robert Scott, og teir sum vóru saman við honum í kulda. Skipið var kortini verandi í vinnu, til tað gekk burtur við Suðurgrønland í 1943. Síðani hevur eingin tosað um skipið, fyrr enn eitt amerikanskt kanningarskip herfyri kom framá eitthvørt á botninum útfyri Grønlandi. Upptøkutól vístu, at talan kundi vera um skipið Terra Nova . Nú hevur útbúgvingarovastin á savninum í Dundee, har skipið varð bygt, sagt, at talan uttan iva er um skipið hjá Robert Scott. Fyrsta skipið sum Robert Scott nýtti til sínar ferðir, RRS Discovery , er á savninum í Dundee. Líkið av Robert Scott og hinum sum vóru við honum, var funnið í oktober í 1912, átta mánaðir eftir miseydnaðu ferðina til Suðurpólin. Hann var 43 ára gamal. Sambært nýggju tilbúgvingarlógini skulu fyriskipararnir senda tilbúgvingarætlanina til Tilbúgvingarstovn Føroya til kunningar, men á Tilbúgvingarstovni Føroya sóu tey ongantíð nakra ætlan frá Summarfestivalinum,. Brotið á tilbúgvinarlógina varpar enn einaferð ljós á manglarnar í lógini, tá tað kemur til at tryggja, at fólk kunnu uppihalda seg trygt á kampingøkjum, eitt nú í sambandi við festivalar og stevnur. Ongar reglur eru sum áseta, hvussu slík økir skulu skipast. Dávur Winther frá Klaksvíkar kommunu, sum er limur í fyriskipanarbólkinum av Summarfestivalin, sigur fyri útvarpinum, at Summarfestivalurin hevði allar neyðugar váttanir frá lokalu tilbúgvingarmyndugleikunum og politinum í sambandi tilbúgvingarætlanina fyri ársins festival. Dávur Winther ásannar tó, at tilbúgvingarætlanin ikki varð send Tilbúgvingarstovni Føroya, sum hon annars skal, sambært nýggju tilbúgvingar lógini frá 1. juli í ár. Men hann leggur afturat, at hann hevði persónligt samband við táverandi stjóran á Tilbúgvingarstovni Føroya, Henrik Weihe Joensen, um møguligar viðmerkingar til tilbúgvingarætlanina fyri ársins Summarfestival. Men har vóru ongar viðmerkingar, og tí brúktu teir somu ætlan, sum undanfarin ár, sambært Dávi Winther. Tað vil siga, at rentur av avdráttir eru ikki goldin í tríggjar mánaðir. Tað er næstan 10 prosent av samlaðu útlánunum hjá sponsku bankunum. Bara frá mai til juni, hækkaðu eftirstøðurnar á lánum fyri meir enn 50 miljardir krónur. Í juni heitti Spania á ES um hjálp, fyri at sleppa undan at bankakervið fór á húsagang. ES hevur játtað Spania lán uppá 100 miljardir evrur, ella umleið 700 miljardir krónur. Men enn eru samráðingarnar um treytirnar fyri láninum ikki lidnar, og tí hevur Spania framvegis ongar pengar fingið. Ringast stendur til í samanlagda bankanum, Bankia, og í hesi vikuni varð staðfest, at bankin alt fyri eitt hevur tørv á minst 100 miljardum krónum, sum ES eftir øllum at døma fer at lata bankanum ein av fyrstu døgunum. Tað sigur varastjórin í Fíggjareftirlitinum, Julie Galbo, eftir at ein kanning er gjørd av støðuni. Út frá kanningini er líkt til, at nøkur kredittfeløg ikki megna at halda lógina, og tað er ikki í lagi, sigur hon. Tað er danska Brúkarafelagið sum hevur gjørt kanningina. Felagið fekk 12 fólk at ringja til sítt lánsfelag, men bert í helvtini av førunum fingu fólk neyðugu ráðgevingina, og tað er átaluvert, sigur varastjórin í Fíggjareftirlitinum. Stjórin í Brúkarafelagnum, Rasmus Kjeldahl, er so ovfarin av kanningini, at hann vil hava Fíggjareftirlitið at leggja uppí. Varastjórin í Fíggjareftirlitinum sigur, at eftirlitið fer at samstarva við Brúkarafelagið, og so fáa Realkredittfeløgini boð um at broyta mannagongd, so brúkararnir fáa rættar upplýsingar, sigur Julie Galbo. Hon viðgongur at tað fer at taka nakað av tíð at kanna viðurskiftini, og so leingi sum kanningin varar, eiga fólk at tosa við lánsstovnin, um tey hava mist pengar, og um neyðugt at kæra realkredittfeløgini til kærustovnin. Um fýra til seks vikur verður greitt, um tað loysir seg at bora eftir olju í Brugduni. Tað skrivar Oljan.fo Í dag eru tveir mánaðir síðani, at Statoil aftur setti borin í føroysku undirgrundini. Statoil er fyristøðufelag á Brugduleiðini, og altjóða leitistjórin hjá Statoil, Tim Dodson, sigur, at alt gongur sum ætlað, og okkurt verður at frætta frá boringini um fýra til seks vikur. Tim Dodson er á leiðslufundi í Føroyum í hesum døgum, og í dag hitti hann Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, í Tinganesi, har hann greiddi frá boringini. Altjóða leitistjórin sigur vilð Oljuna.fo, at Føroyar megna væl at taka ímóti avbjóðingini, um rakt verður við olju. Tykkara sjóvinnusøga er eitt stórt virði í sær sjálvum, og ikki minst tykkara pragmatiski hugbruður. Sera opni dialogurin, eg havi havt við tykkaramyndugleikar, er eisini eitt gott prógv um, at tit megna hesa avbjóðing, sigur Tim Dodson við Oljuna.fo. Amerikanski forsetin, Barack Obama, umhugsar at selja olju úr amerikansku goymslunum, fyri at fáa oljuprísin at lækka, skrivar Reuters. Prísurin er hækkaður nógv seinastu tíðina, úr 90 dollarum í juli, upp í næstan 120 dollarar fyri tunnuna nú. Amerikanarar brúka nógva olju og bensin, og hava vanliga fingið oljuna fyri sámuligan prís. Men nú hækkar prísurin, og tá bert tríggir mánaðir eru eftir til forsetavalið, umhugsar forsetin at fáa oljuprísin at lækka. 700 milliónir tunnur á goymslu USA hevur heimsins størstu oljugoymslur, sum í løtuni eru umleið 696 miljónir tunnur. Reuters endurgevur keldur í amerikansku umsitingini, sum siga, at forsetin fylgir gongdini í oljuprísinum til 3. september, áðrenn hann tekur endaliga støðu. ES og USA hava sett tiltøk í verk ímóti Iran, sum millum annað hava við sær, at tey ikki keypa olju úr landinum. Tað fær prísin at hækka, og hóast tiltøkini, fær Iran væl burtur úr høgu prísunum, tí landið selur framvegis olju til nøkur lond. Amerikanski forsetin fer at tosa við sínar sameindu, Bretland, Frakland og Týskland, og altjóða orkufelagskapin, áðrenn hann tekur støðu. Fyri nøkrum mánaðum síðani fekk hann undirtøku til eitt slíkt stig. Í fjør læt amerikanska stjórnin 60 millónir tunnur av olju á marknaðin, og tað fekk prísin at lækka sjey dollarar fyri tunnuna. Føroyskar byggifyritøkur liggja framvið at at fáa lut í stóru byggivinnuni í Grønlandi, men trupult er at sleppa framat. Tað skrivar Dimmalætting. Nógv byggivirksemi er í Grønlandi, og fleiri verkætlanir eru í umbúna. Niclas Joensen, nevndarformaður í Articon, sigur við Dimmalætting, at nakrar fáar danskar fyritøkur sita á nærum øllum, og tær forða fyri, at onnur sleppa upp í part. Articon hevur boðið upp á nøkur arbeiði, men hevur einki fingið. Eisini byggifelagið J amp K Petersen ætlar sær til Grønlands. Wild west hugburður Vit liggja framvið og bjóða, men vit eru rættiliga varnir, sigur Steinolvur Petersen, stjóri í J amp K Petersen. Hann sigur, at teir hava varhugan av, at viðhvørt ræður wild west hugburður, sum hann tekur til, og ein stórur váði er eisini knýttur at verkætlanunum. Bæði Articon og J amp K Petersen hava roynt at samstarva við danskar fyritøkur í Grønlandi, tí tað vísir seg at vera lættasta loysnin, men hon hevur ikki givið nakað serligt av sær. Ein møguleiki er, at fyritøkur, sum kappast á føroyska marknaðinum, taka seg saman og í felag bjóða seg fram í Grønlandi, heldur enn at samstarva við danskar fyritøkur, sigur Steinolvur Petersen, stjóri í J amp K Petersen, við Dimmalætting. Útreiðslurnar av at keypa tveir bankar í Danmark, Sparbank í 2010 og Amagerbank í fjør, ávirka framvegis roknskapin hjá BankNordik. Útreiðslurnar í ár verða 60 70 milliónir krónur, og ikki sum áður væntað 30 50 milliónir krónur, stendur í tíðindaskrivi frá BankNordik. Millum annað kosta fráfaringarútreiðslur til starvsfólk í sambandi við bankakeypini 11 milliónir í ár. Tann 30.juni vóru innlánini hjá BankNordik slakar 13,3 milliardir krónur Útlánini vóru góðar 11,4 milliardir krónur Eginognin var knappliga tvær milliardir krónur. Suðurkoreanski forsetin, Lee Myung bak, kemur á vitjan í Grønlandi 9. september. Suðurkorea er til reiðar at gera fleiri samstarvsavtalur við grønlendskar myndugleikar, skrivar Sermitsiaq. Suðurkoreanska sendinevndin ætlar at htta Kuupik Kleist, landsstýrisformann, við tí endamáli at tryggja suðurkoreanskum ídnaðarfyritøkum atgongd til týdningarmikil ráevni í grønlendsku undirgrundini. Talan er millum annað um jarn og kopar, sum nógv er til av í Grønlandi. Fyrr í ár frættist, at suðurkoreanar eru til reiðar at gera íløgur fyrin15 milliardir krónur í námsvinnu í Kvanefjallinum í Grønlandi. Suðurkorea er 12. ríkasta landið í øllum heiminum. Tað var brot á góðan fjølmiðlasið, tá Kringvarp Føroya í sendingini 14 48 vísti myndir frá einum líksýni á ein hátt, so tað bar til at kenna deyða persónin aftur. Tað staðfestir Fjølmiðlanevndin, sum hevur gjørt úrskurð í málinum, har ein borgari kærdi sendingina 14 48 hjá Kringvarpinum, fyri at hava víst avdúkandi myndir frá einum líksýni uttan at biðja tey avvarðandi um loyvið. Í úrskurðinum staðfestir fjølmiðlanevndin, at umstøðurnar kring deyða mannin áttu ikki at verðið lýstar, at Kringvarpið átti at havt biðið um loyvið at gera upptøkurnar, og at Kringvarpið átti sum minsta mát at kunna tey avvarðandi um, at upptøkurnar vóru gjørdar. Kringvarpið harmast mistakið og biður avvarðandi um umbering. Landsstýriskvinnan í almannamálum, Annika Olsen, hevur tikið avgerð um at byggja millum 10 og 16 vardar íbúðir í Runavík til fólk við menningartarni. AElig tlanin er, at fyrstu búfólkini kunnu flyta inn á vári 2014, tá eisini íbúðirnar í Klaksvík til fólk við menningartarni verða lidnar. Ein bygginevnd við umboðum úr MBF, Javna, Almannaverkinum og Almannamálaráðnum læt í juni mánað landsstýriskvinnuni byggiskrá, sum Annika Olsen hevur tikið undir við. Ikki løtt avgerð Annika Olsen sigur, at avgerðin hevur ikki verið løtt, tí allar kommunur í eystara parti í Eysturoynni hava víst stóran áhuga fyri ætlanini. Út frá eini heildarmeting hevur landsstýriskvinnan tikið avgerð um at taka av tilboðnum frá Runavíkar kommunu og byggja vardu bústaðirnir í Runavík. Saman við borgarstjóranum Magnusi Rasmussen og Kristian Gaardbo, formanni í sosialu nevnd, vitjaði Annika Olsen í dag økið, har íbúðirnar skulu byggjast. Talan er um smærri sjálvstøðugar íbúðareindir í einum vardum umhvørvi. Hvør íbúðareindin hevur dur, vesi við bað, køk stovu, og sovikamar við atgongd til felagshølir. Vardu íbúðirnar verða eftir ætlan lidnar á vári 2014. Tað er ikki útilokað, at Lafayette kemur aftur til Føroya seinni at taka móti makreli her. Tað sigur Ludvík við Stein, umboðsmaður hjá Lafayette, nú skipið er á veg til Grønlands. Eftir døgurða loysir Lafayette, sum liggur við oljukaina á Høgabóli, og fer út á Skálafjørðin at liggja, til øll loyvi eru komin, so Lafayette kann fara til Grønlands at taka móti makreli frá Erika, skipinum hjá Polar Seafood. Hóast Lafayette ikki verður móttøkuskip í Føroyum í hesum umfarinum, hevur Fjord Fishing and Finance Company, sum hevur leigað Lafayette, havt Fiskiveiðueftirlitið umborð at góðkenna innvigingarskipan og annað, sum krevst fyri at virka sum móttøkuskip í Føroyum. Ludvík við Stein væntar at Lafayette fer til Grønlands seinni í dag. Politiið hevur skuldsett ein mann fyri at seta eld á gamla GÍ húsið í Sarpugerði í Gøtu. Eldur var í GÍ húsinum seint hóskvøldið 2.august. Skjótt var illgruni um, at eldurin var ásettur. Nú er so ein maður skuldsettur fyri eldáseting. Hann er tó ikki varðhaldsfongslaður, tí politiið hevur ikki biðið um grundlógaravhoyring. Bergleif Brimvík, kanningarleiðari, vil ikki upplýsa meira um málið. Politiið noyðist at taka atlit at foreldrunum hjá tí skuldsetta og onnur atlit eru eisini at taka, sambært Bergleif Brimvík. Tað ber heldur ikki til at fáa at vita, um tann skuldsetti játtar ella noktar seg sekan í eldáseting. Skeiva gongdin í fólkatalinum heldur fram og versnar. 158 færri fólk búðu í Føroyum 1.juni í ár enn sama dagin í fjør. Burðaravlopið, munurin millum deyð og fødd, var 207. Tað hevur ongantíð verið so lítið, sigur Hagstovan. Og 365 fleiri fólk fluttu av landinum enn til landið hetta árið. Minkað í 21 kommunum 1658 fólk fluttu úr Føroyum, og 1293 fluttu til Føroya frá 1.juni 2011 til 1.juni 2012. Frá 1.juni í fjør til 1.juni í ár minkaði fólkatalið í 21 kommunum, tað vaks í átta og stóð í stað í einari kommunu. Størsti vøkstur var í Vága kommunu, 22 fólk. Størsta minking var í Sunda kommunu, 31 fólk. Av tí at Føroyar hvørki eru í ES ella EFTA, ber til hjá Føroyum at hava eina altjóða skipaskráseting, FAS, sum er sera kappingarfør og tí væl umtókt hjá útlendskum skipafeløgum. Tað skrivar íslendska Morgunblaðið, sum í drúgvari grein viðger FAS og miseydnaðu íslendsku royndina at gera eina altjóða skipaskráseting. Sambært greiningini hjá Morgunblaðnum sleppa Føroyar undan reglunum hjá ES og EBS, sum er samstarvið millum ES og EFTA, um almennan studning til fyritøkur, sum kappast. Doyði í føðingini Tað vóru júst hesar reglur, sum gjørdu av við íslendsku altjóða skipaskránna í føðingini. Í 2007 kom ein lóg um íslendska altjóða skipaskrá, ÍIS. Samstundis kom ein lóg um skattafyrimunir hjá skipafeløgum í ÍIS. Men eftirlitsnevndin hjá EFTA segði, at slíkur almennur studningur var brot á EBS sáttmálan. Ísland hevði ikki hugsað um at laga sína skipaskrá eftir EBS reglunum, soleiðis sum Danmark og Noreg gjørdu við sínar skipaskrásetingar. Íslendska lógin um skattafyrimunir til altjóða skipaskránna varð ikki strikað fyrr enn 31.desember 2011. Tá var einki skip í ÍIS. 38 ára gamli føroyingurin, sum rætturin í Amsterdam dømdi fyri pedofili og fyri at hava havt barnaporno í varðveitslu, kærir ikki dómin, sum tí verður staðfestur. Føroyingurin er dømdur 30 mánaðar fongsul fyri kynsliga at hava misnýtt eina níggju mánaðar gamla gentu, og haraftrat er hann dømdur 12 mánaðar fongsul fyri barnaporno. Eittt hálvt ár av dóminum er treytað, og tíðin, sum føroyingurin hevur sitið fongslaður, verður drigin frá revsingini. Sostatt verður hann latin leysur á vári í 2014. Maðurin, sum føroyingurin búði saman viðm hevur kært sín dóm, og tað hevur ákæruvaldið eisini. BankNordik hevði 12 milliónir krónur í í vinningi fyri skatt fyrra hálvár. Raksturin hjá BankNordik gav 131 milliónir krónur í vinningi fyri niðurskrivingar fyrra hálvár 2012. Eftir niðurskrivingar ella tap er úrslitið 66 milliónir í ár. Síðani koma aðrar útreiðslur, sum sambært bankanum ikki eru afturvendandi, millum annað av Amagerbankanum. Fyri skatt er úrslitið tí 12 milliónir. BankNordik heldur tó fast um, at vinningurin í ár verður 150 til 200 milliónir krónur Hóast stóru rentulækkingina gjørdust rakstrarinntøkurnar í øðrum ársfjórðingi 221 milliónir krónur Niðurskrivingar á útlánum vóru 29 milliónir krónur í øðrum ársfjórðingi og 65 milliónir í hálvárinum. Framvegis trýst á rentuinntøkurnar Í triðja ársfjórðingi, sum nú er byrjaður, ber til at staðfesta eitt framhaldandi trýst á rentuinntøkurnar grundað á lágu rentuna. Hin vegin hála framdar og lýstar rentubroytingar umframt spardar rentuútreiðslur í sambandi við afturkeypt ábyrgdarlán, sigur BankNordik. Samstundis tykist niðurgongdin í útlánum fyrra hálvár at vera steðgað, so bankin nú væntar, at útlán bankans vera á sama stigi við ársenda sum nú. Viðvíkjandi niðurskrivingum sigur BankNordik, at Fíggjareftirlitið hevur ásett nýggjar reglur, sum siga, at fastogn skal virðismetast til tað virði, sum tær kunnu seljast fyri innan hálvt ár eftir hálvárslok. BankNordik fíggjar bara í avmarkaðan mun størri fastognir, men bankin hevur lagað virðismetingina av tveimum fastognum eftir nýggju reglunum. Hetta krevur eyka niðurskrivingar fyri 25 milliónir krónur, 8 milliónir krónur eru knýttar at bankans egnu fastognaríløgum, og tær verða bókaðar sum tap undir virðisjavna. Fólk, sum flyta til Føroya úr øðrum londum enn Danmark og Grønlandi, fáa hjálp frá Heilsutrygd alt fyri eitt, bara tey eru skrásett í Landsfólkayvirlitinum. Hetta er ein av fleiri broytingum, sum skulu gerast í reglunum, Heilsutrygd arbeiðir eftir. Heilsumálaráðið arbeiðir við átta broytingum fyri at gera umsitingina hjá Heilsutrygd lættari. Upprit um broytingarnar var á landsstýrisfundi mánadagin, har undirtøka var fyri ætlaðu broytingunum, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður. Tá fólk flyta til Føroya úr øðrum londum enn teimum í ríkisfelagsskapinum, noyðast tey at bíða í seks vikur, áðrenn tey kunnu fáa veitingar frá heilsutrygd. Tey eru, sum tikið verður til, í karantenu í seks vikur. Hetta er galdandi fyri bæði føroyingar og útlendingar. Fáa hjálp alt fyri eitt Men hetta verður broytt. Nú fáa fólk frá Heilsutrygd alt fyri eitt, tey flyta til Føroya, eru tey skrásett at búgva í Føroyum. Ein onnur broyting verður mannagongdin viðvíkjandi heilivági hjá sjúklingum, sum ikki longur eru á sjúkrahúsi í Danmark, men eitt nú búgva á sjúklingahotellinum. Hesi fólk fáa nú heilivágin sendandi frá apotekunum í Føroyum. Hetta skal broytast, so tey kunnu fáa heilivágin frá apotekum í grannalagnum hjá sjúklingahotellinum. Og heilsutrygdarkortið, sum langt síðani skuldi verið sent øllum, sum eru í Heilsutrygd, kemur ikki í bræði. Orðið heilsutrygdarkort verður rætt og slætt strikað, tí Heilsumálaráðið roynir at finna eina betri og bíligari loysn, sigur landsstýrismaðurin. Og Samstarvsnevndin, sum sambært lógini um Heilsutrygd skal tulka sáttmálar hjá Heilsutrygd, skal takast av. Brúk er ikki fyri nevndini, heldur Heilsumálaráðið. Leivur Harryson hevur avgjørt at siga seg úr starvi sum aðalstjóri í Mentamálaráðnum, og í staðin hevur løgmaður sett Poul Geert Hansen í starv sum aðalstjóra í ráðnum frá í dag at rokna. Poul Geert Hansen hevur røkt starvið sum aðalstjóri í Heilsumálaráðnum, og tí er Jóanis Erik Køtlum settur í starv sum fyribils aðalstjóri í Heilsumálaráðnum, upplýsir Løgmansskrivstovan fyri løtu síðani. Leivur Harryson hevur onga viðmerking til avgerðina um at siga seg frá sum aðalstjóri í Mentamálaráðnum. Óvist er, hvørji árin á náttúruna taðing við súrløgu úr laksaslógvi hevur. Eingin stovnur tekur sær av at verja náttúruna í Føroyum. Tað sigur Janus Hansen, leiðari á djóradeildini á Náttúrugripasavninum. Stovnurin hevur heldur ikki kannað, hvørji árin eru av taðing, men Janus Hansen ivast ikki í, at broytingar henda. Bøndur og virkið Salmon Proteins, sum sprænir tøðini út í Sundalagnum, frøast. Seks vikur eftir taðing er grasið grønt aftur, og virkið er sloppið av við burturkast, sum annars skuldi sendast av landinum fyri pengar. Búnaðarstovan gjørt royndir Búnaðarstovan hevur gjørt royndir at taða gamlan bø við súrløgu úr laksaslógvi. Endamálið við royndunum var at kanna, hvussu nógv grasið verður sviðið av súrløguni, og at fylgja við, hvussu long tíð gongur, til grasvøksturin aftur er í lagi. Hitaviðgjørd súrløga varð fingin til vega frá Salmon Proteins á Eiði og sprænd á bøin. Úrslitið vísti, at har óblandað súrløga varð sprænd á, varð at kalla alt grasið avsviðið. Men eftir stuttari tíð fór bøurin at koma fyri seg, og eftir seks vikum var hann grønur aftur. Búnaðarstovan kannaði ikki, hvørji árin á náttúruna taðingin annars hevði, sigur Rolvur Djurhuus, landbúnaðarráðgevi á Búnaðarstovuni. Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum. Upprunaliga var ætlanin, at nevningatingið í málinum um tann horvna Dánjal Petur Hansen, vanliga nevndur Piddi, skuldi byrjað í Føroya Rætti mánadagin 3. september. Føroya Rættur sigur, at rættarhølið er sett av til nevningatingið í døgunum frá 5. til 23. november. Sostatt er eisini greitt, at útsetta nevningatingið verður í november mánað. Politiið avgjørdi 18. juli, at leitast skuldi eftir líkinum av Dánjali Peturi Hansen í Neshaganum á Toftum. Samstundis boðaði politiið frá, at nevningatingið í málinum fór at verða útsett, tí nýggjar upplýsingar vóru komnar fram. Hóast leitað varð við fýra servandum hundum úr Danmark, ið eru vandir at finna niðurgrivinar lutir, fann politiið ikki nýggj prógv í málinum um Dánjal Petur Hansen, ið hevur verið horvin síðani 4. november í fjør. Fólk, sum hava fleiri enn eitt barn, sleppa undan at rinda fult egingjald fyri hvørt barnið, sum skal hava heilivág. Tað er ein av fleiri broytingum, sum eru á veg í Heilsutrygd. Hvussu nógv egingjaldið lækkar er tó ikki avgjørt enn, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum. Men landsstýrið heldur tað ikki vera rímiligt, at tá til dømis trý systkin hava brúk fyri heilivági javnan, skal fult egingjald fyri heilivágin latast fyri hvørt barnið. Ein møguleiki er, at bara eitt egingjald verður kravt, hóast børnini eru fleiri. Men hetta er tó ikki avgjørt enn, sigur landsstýrismaðurin. Lagað eftir inntøku Karsten Hansen sigur, at enn er ikki avgjørt, hvussu inngjaldið til Heilustrygd skal verða eftir nýggjár. Men tað verður soleiðis, at gjaldið verður lagað eftir inntøkuni hjá fólki, so tey, sum tjena mest, eisini gjalda mest. Einaferð ljóðaði, at Heilsutrygd skuldi á fíggjarlógina, men tað verður ikki gjørt. Lógarbroytingin kemur í løgtingið í næsta mánaði. Men hvussu hon verður orðað, er ikki avgjørt. Vit hava nøkur modell á borðinum, men avgerðin er ikki tikin enn, sigur Karsten Hansen. Tollfría sølan í grønlendskum floghavnum letur uppaftur 1. november. Hesum boðaði Maliina Abelsen, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, frá í gjár, tá uppskotið til fíggjarlóg fyri næsta ár varð lagt fram. Tollfría sølan helt uppat 1. januar 2010, tí landsstýrið hevði vónir um at fáa størri inntøkur frá avgjøldum, tá rúsdrekka einans kundi keypast handlinum. Men landsstýriskvinnan í fíggjarmálum sigur, at tað hevur ikki eydnast at skjalprógva, at avgjøldini eru vaksin, sigur grønlendska kringvarpið. Tí verður tollfría sølan í floghavnunum latin uppaftur 1. november. Ferðafólk, sum koma til Grønlands, kunnu keypa tríggjar fløskur av reyðvíni, ein litur av brennivíni og eitt kartong av sigarettum tollfrítt. Grønlendingar sleppa nú av við makrel í Íslandi. Tað sigur Ane Hansen, landsstýriskvinna í fiskivinnumálum, við grønlendska kringvarpið. Íslendska forðingin er nú burturi, eftir at landsstýrið og íslendska stjórnin hava tosað saman um málið. Í Grønlandi er einki virki, sum kann taka í móti makreli, men stutt er av fiskileið við Eysturgrønland til Íslands. Grønlendska landsstýrið hevur loyvt royndarfiskiskapi eftir makreli í grønlendskum sjógvi. Ane Hansen væntar at brúka trý ár til royndir fyri at fáa ta vitan, sum skal til at byrja vinnuligan fiskiskap eftir makreli. Fiskidagar eiga at kunna býtast um við onnur fiskirættindi. Tað sigur andstøðan í uppskoti um at broyta lógina um vinnuligan fiskiskap, frá 1.oktober í ár til 31.desember næsta ár. Allir tríggir flokkarnir í andstøðuni leggja fram uppskotið, sum Javnaðarflokkurin boðaði frá í álitinum hjá Vinnunevndini um fiskidagarnar. Javnaðarflokkurin vil eins og samgongan hava óbroytt fiskidagatal. Fiskirættindi aðrastaðni Men flokkurin mælir samstundis til, saman við Tjóðveldi og Framsókn, at eitt nú línuskip kunnu sleppa at fiska í Barentshavinum og Flemish Cap, lata tey fiskidagar á undir Føroyum frá sær. Uppskotið kemur til 1. viðgerð á tingfundinum, sum byrjar klokkan 11. Løgtingið fer eisini á fundinum í dag endaliga at samtykkja uppskotið frá landsstýrinum um at hava óbroyttar fiskidagar í fiskiárinum, sum byrjar 1. september. Eitt russiskt ferðaflogfar, sum var á veg úr New York til Moskva, noyddist í morgun at seta í Keflavík í Íslandi, eftir at onkur dulnevndur hevði boðað frá, at ein bumba var í flogfarinum. Tá hóttanin kom, var flogfarið longu í luftini, upplýsir ein talskvinna fyri flogfelagið Aeroflot. Flogskiparin tók avgerð um at neyðlenda lenda, sigur talskvinnan, Irina Dannenberg. Dulnevnda røddin í telefonini segði, at fimm kuffert við spreingi vóru í flogfarinum. Tey kundu spreingjast, tá flogfarið setti seg í Moskva. Tey 253 ferðafólkini fóru úr flogfarinum, sum bumbuserfrøðingar nú kanna, skrivar Ritzau. Fleygingarstengurnar verða ikki tiknar fram í Mykinesi hetta summarið. Í øllum førum ikki til árligu lundaveiðuna. Tað kom fram, tá grannastevna varð hildin í Mykinesi í juli mánað. Bygdafólkini í Mykinesi komu, saman við sýslumanninum fyri miðøkið, ásamt um, at eingin lundi skal fleygast í oynni hetta summarið. Avgjørt var somuleiðis, at lundin í framtíðini skal friðast eitt ár í senn, tá ein nýggj meting skal gerast. Samstundis varð eisini avgjørt, at greiða skal fáast á, hví stovnurin av lunda í Mykinesi er minkaður so nógv tey seinnu árini. Nakrir fáir fuglar skulu takast og sendast einum fuglafrøðingi. ónað verður, at fuglafrøðingurin skal fáa greiðu á, hví lundastovnurin í Mykinesi er minkaður so ógvusliga tey seinnu árini. Kemur fuglafrøðingurin til eina niðurstøðu, verður tað eisini tikið við í metingina um friðing. Burturkast úr Vestmannaoyggjunum í Íslandi verður kanska brent í Føroyum í framtíðini. Tann møguleikin verður í øllum førum nú kannaður í Vestmannaoyggjunum. Orsøkin er, at brennistøðin í Vestmannaoyggjunum hevur fingið boð um at lata aftur fyri árslok. Ein nýggj kunngerð um rusk ger, at nakrar brennistøðir missa síni loyvi at virka. Tað er ikki enn eydnast býráðnum í Vestmannaoyggjunum at finna eina loysn á ruskspurninginum. Ein møguleiki er at flyta ruskið, sum kann brennast, til Føroya ella Svøríkis, skrivar Morgunblaðið. Áhugin at sleppa á Fróðskaparsetur Føroya at lesa hevur ongantíð verið so stórur sum nú, men kortini eru lestrarpláss tøk í føroyskum, lívfrøði og KT verkfrøði. Flestu umsøkjararnir vilja vera lærari, pedagogur ella sjúkrarøktarfrøðingur. 350 fólk hava í ár søkt um at sleppa at lesa á Fróðskaparsetrinum. Hetta eru fleiri umsøkjarar enn nakrantíð. Fleiri hava longu fingið bræv um, at tey sleppa ikki at lesa á Setrinum. Hetta eru serliga tey, sum vildu lesa til lærara, pedagog ella sjúkrarøktarfrøði. Fleiri enn 200 umsøkjarar vóru til hesar útbúgvingarnar. Nú eru 17 pláss eftir at søkja til útbúgvingar á bacholorstigi Trý pláss í føroyskum, átta í lívfrøði og seks í KT verkfrøði. Ov fáir umsøkjarar vóru til jarð og havfrøði, og tí verður henda útbúgvingin av ongum í ár, sigur Jørgen Meitilberg, fyrisitingarstjóri á Fróðskaparsetrinum. Tað verður ein løta enn, áðrenn Landsrætturin tekur støðu til starvsfólkapolitikkin hjá løgtinginum. Fyri einum ári síðani frídømdi Føroya rættur løgtingið í einum sakarmáli, sum Kári á Rógvi, fyrrverandi løgtingsmaður, byrjaði móti arbeiðsgevara sínum, løgtinginum. Kári á Rógvi skeyt dómin inn fyri Landsrættin. Eystari Landsrættur, sum er í Føroyum, skuldi viðgera málið í dag. Men viðgerðin varð útsett til seint í oktober. Onga løn í farloyvistíðini Kári á Rógvi stevndi løgtinginum eftir løn fyri tær fýra vikurnar, hann var í pápafarloyvi. Rætturin frídømdi løgtingið. Kári á Rógvi fekk einki lyfti um løn í farloyvistíðini, sigur rætturin. Og hann eigur heldur ikki at fáa løn fyri farloyvistíðina. Rætturin vísir til lógina um barsilsskipan. Sambært henni hava kvinnur serrættindi. Tær eiga einsamallar fyrstu 14 vikurnar eftir at barnið er føtt. Kári á Rógvi var í farloyvi úr løgtinginum, áðrenn fyrstu 14 vikurnar vóru farnar. Harafturat brúkar løgtingið reglurnar, sum eru galdandi á almenna arbeiðsmarknaðinum. Tær siga, at menn hava rætt til barsilsfarloyvi í ein mánað, men tað er uttan løn. Og tí segði Føroya rættur, at Kári á Rógvi átti ikki at fáa løn fyri tær fýra vikurnar, hann var í pápafarloyvi. Rógvi Andrias Fossádal er fyribils settur í starvið sum stjóri í Rúsdrekkasøluni. Hann tekur við starvinum í dag. Vinnumálaráðið hevur avtalað við Rógva A. Fossádal, at hann røkir stjórastarvið, til Elsa Maria Holm Olsen, stjóri, sum er í farloyvi, kemur aftur. Rógvi A. Fossádal heldur tó fram sum fíggjarleiðari. Tað starvið hevur hann havt síðani 1.apríl í fjør. Allan Skaalum, sum var virkandi stjóri á í Rúsdrekkasøluni frá 1.oktober í fjør, 2011, hevur fingið starvið sum sølu og marknaðarleiðari hjá Atlantic Airways. Formenninir í valfeløgunum hjá Sambandsflokkinum í Eysturoynni, Norðstreymi og í Vágum vilja hava fund í Sambandsflokkinum eftir tað, sum Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður og formaður í Sambandsflokkinum, segði um ríkisrætttarligu støðuna í røðu síni á ólavsøku. Tað skrivar Sosialurin. Johan Petersen, formaður í Samhaldi, Asbjørn Djurhuus, formaður í Norðostreymoyar Sambandsfelag og Hugin Skaalum, formaður í Vága Sambandsfelag, siga, at neyðugt er at tosa um støðuna, tí dreymur løgmans um eina ríkjafelagsskap samsvarar ikki við stevnuskrá floksins. Sambandsflokkurin má finna útav, hvar hann stendur, sigur Johan Petersen við Sosialin. Asbjørn Djurhuus spyr, um tað ber til at hava ein ríkjafelagsskap við trimum sjálvstøðugum londum. Og at tosa um Føroyar sum sjálvstøðugt land er tað øvugta av tí, sum Sambandsflokkurin stendur sigur, sigur hann við blaðið. Hugin Skaalum sigur, at tey eru mong, sum eru ósamd við løgmann í hesum máli. Styðjar ikki Kaj Leo Zacharias Bech, formaður í Suðuroyar Sambandsfelag, ger greitt í blaðgrein, at hann styðjar ikki longur Kaj Leo Holm Johannesen sum formann í Sambandsflokkinum, og verður Kaj Leo framvegis formaður, tá val verður aftur, fer Zacharias Bech ikki at velja Sambandsflokkin. John William Joensen, formaður í Norðoya Sambandsfelag, hevur hinvegin sagt, at hann tekur undir við sjónarmiðunum hjá floksformanninum í spurninginum um ríkisrættarligu støðuna. Eg havi tikið ta støðu, at eg ikki longur stuðli Kaj Leo Johannesen sum formann fyri Sambandsflokkin. Tað skrivar Zacharias Bech, formaður í Suðuroyar Sambandsfelagi, í lesarabrævi í Dimmalætting og Sosialinum i dag. Hann hevur verið formaður í felagnum í 20 ár. Zacharias Bech skrivar, at hann hevur einki ímóti broytingum í Sambandsflokkinum, um tað er til gagns fyri føroyska samfelagið. Men tá ið formaðurin av sínum eintingum og uttan loyvi frá baklandinum fer at pilka við sjálvt grundstøðið, sum flokkurin byggir á, tá eri eg ikki partur av hansara stuðli meira, skrivar Zacharias Bech. Eigur at umhugsa formanssessin Eg havi tí valt at fara so langt, at eg til eitt komandi løgtingsval, nær tað so verður, ikki gevi Sambandsflokkinum mínum atkvøðu, um formaðurin tá eitur Kaj Leo Holm Johannesen, skrivar formaðurin í Suðuroyar Sambandfelagi. Zacharias Bech sigur, at orðini hjá Kaj Leo Holm Johannesen í løgmansrøðuni um ríkisrættarligu støðuna hava skapað sovorðið órógv í Sambandsflokkinum, at hann eigur at umhugsa sína støðu sum formaður. Hann hevur ið hvussu er ongan rætt til sum formaður at fara út við privatum dreymum, sum flokkurin ikki stendur aftanfyri, sigur Zacharias Bech. Tað eru 300 fleiri løntakarar í Føroyum nú, enn í november í fjør. Men løntakararnir eru framvegis 700 færri enn á vári í 2010. Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni. Í november vóru 23.400 løntakarar, og mai vóru 23.730 , ella 330 løntakarar fleiri teir seks mánaðirnar. Hóast vøkstur hevur verið seinastu tíðina, so eru tað framvegis 700 løntakarar færri nú, enn tað vóru á vári 2010, skrivar Hagstovan. 1380 arbeiðsleys Í dag eru 1380 fólk skrásett sum arbeiðsleys á Arbeiðsloysisskipanini, 799 kvinnur og 581 menn. Bæði fólkatingið og ríkisstjórnin senda fólk til Føroya í næstum. Síðst í august kemur Føroyanevndin hjá fólkatinginum á kunningarferð til Føroya. Føroyanevndin er í Føroyum annað hvørt ár. Og árliga vitjanin hjá danska uttanríkisráðharranum verður í september. Fyribils eru dagarnir 12. og 13.september settir av til vitjanina, men teir eru ikki endaliga staðfestir enn. Hetta verður fyrstu ferð, at Villy Søvndal í Sosialistiska fólkaflokkinum kemur til Føroya sum uttanríkisráðharri. Henrik Weihe Joensen er givin sum stjóri á Tilbúgvingarstovninum. Hann hevur seinastu tíðina eisini verið virkandi stjóri á MRCC Tórshavn Radio. Fiskimálaráðið og Henrik Weihe hava gjørt semju um at niðurleggja samstarvið frá í dag, 15. august, sigur Fiskimálaráðið í tíðindaskrivi. Fiskimálaráðið og Henrik Weihe Joensen hava avtalað, at Henrik í nakrar mánaðir er tøkur hjá Fiskimálaráðnum at heita á í sambandi við ráðgeving í tilbúgvingarmálum. Elmar Højgaard, forstjóri á samanløgdu stovnunum Fiskiveiðieftirlitinum, Tilbúgvingarstovninum og MRCC Tórshavn, tekur yvir leiðsluuppgávurnar hjá Henriki Weihe Joensen, sigur Fiskimálaráðið. Íslendsk sjófólk rinda skatt í Føroyum, hóast tey sigla við íslendskum farmaskipum og fáa hýru í íslendskum krónum. Lógin um íslendska altjóða skipaskráseting virkar ikki. Og tí gjalda íslendskir sjómenn skatt í Føroyum. Tað skrivar íslendska Morgunblaðið. Fyri skip, sum eru skrásett í FAS, Føroysku altjóða skipaskránni, hevur verið galdandi síðani 2009, at sjófólkið rindar føroyska landskassanum 35 prosent í skatti. Síðani fær reiðaríið tey 35 prosentini aftur frá landskassanum. Skipini hjá Samskipum, sum sigla millum Ísland og havnir í Evropa, eru skrásett í FAS. Skipini hjá Eimskipum eru skrásett í Antigua og Barbuda í Karibiahavi. Bæði skipafeløgini hava dótturfeløg í Føroyum. Morgunblaðið skrivar, at lógin um íslendska altjóða skipaskrá riggar ikki. Tí eru íslendsku farmaskipini skrásett í øðrum londum. Hvat er endamálið við sendistovuni í Keypmannahavn Og hvør hevði avleiðingin verið, um sendistovan varð løgd niður Hesar spurningar fær løgmaður, tá hann fríggjadagin skal í samráð hjá Uttanlandsnevndini hjá løgtinginum. Uttanlandsnevndin avgjørdi í gjár at biðja Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, koma í samráð um sendistovur. Umframt endamálið við sendistovuni í Keypmannahavn ætlar Uttanlandsnevndin at spyrja løgmann um føroyskar sendistovur í fjareystri og Russlandi, og um hann ætlar at endurskoða ella útseta avgerðina um sendistovuna í London. Harafturat, hvussu nógv verður spart við at flyta virksemið í London til Brússel. Jacob eisini á fund Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, skal eisini í samráð í Uttanlandsnevndini fríggjadagin. Nevndin ætlar millum annað at spyrja hann, hvat hann heldur um ætlanina hjá Grønlandi at sleppa upp í part, tá strandarlondini samráðast um makrel og, um avgerðin um ikki at loyva royndarveiðu eftir makreli í altjóða sjógvi verður endurskoðað. Hóast fleiri norskir miðlar og politikarar hava kravt, at Jens Stoltenberg, forsætisráðharri, leggur frá sær, eftir frágreiðingina um yvirgangsálopið 22. juli í fjør, so styðja norsku veljararnir framvegis Stoltenberg. Norska tíðindastovan, NTB, skrivar, at tríggjar kanningar vísa, at meirilutin av norska fólkinum vil hava Stoltenberg at vera sitandi sum forsætisráðharri. Blaðið VG, sum í oddagrein mælti Stoltenberg at leggja frá sær, hevur gjørt eina av kanningunum. Og úrslitið er greitt 52 prosent av teimum spurdu styðja Stoltenberg, meðan 31 prosent siga at hann eigur at leggja frá sær. NRK kanning størri meiriluta Í eini kanning, sum norska kringvarpið hevur gjørt, fær forsætisráðharrin stuðul frá 72 prosentum av fólkinum, meðan 21 prosent vilja hava hann frá. Ein valgranskari sigur, at úrslitið vísir, at tey, sum ætla at atkvøða fyri Stoltenberg, framvegis fara at gera tað, meðan tey, sum ætla at velja borgarligu flokkarnar, framvegis gera tað. So talan er ikki um nakra broyting í norskum politikki, sigur valgranskarin, Frank Aarebrot. Jens Stoltenberg sigur við NRK, at undirtøkan er tekin um, at fólk taka undir við tí arbeiði, sum nú skal gerast, fyri at gera Noreg eitt tryggari land at liva í. Nevndarformaðurin í Polar Seafood í Grønlandi, Henrik Leth, stúrir ikki fyri, at ES eisini fer at seta Grønlandi handilsforðingar, nú Grønland er farið at fiska makrel. Hann sigur, at sambært havrættarsáttmálanum hevur Grønand rætt til at fáa lut í teimum stovnum, sum eru í grønlendskum sjógvi, eisini í stovnunum, sum ferðast. Tí dugir hann ikki at síggja, at ES fær ilt av royndarfiskiskapi eftir makreli við Grønland. Noyddust til Kina Henrik Leth sigur við grønlendska kringvarpið, at Royal Greenland og Polar Seafood noyddust heilt til Kina eftir skipum at fiska makrel, tí myndugleikarnir í Føroyum, Íslandi og Danmark noktaðu skipum haðani at fiska makrel fyri grønlendingar. Polar Seafood noyddist eisini at fara heilt suður til Kili eftir einum trolara at fiska makrel, tí felagið kundi heldur ikki fáa trolara við manning úr Íslandi. Henrik Leth hevur lítið gott at bera íslendingum, tí Ísland vil heldur ikki loyva, at makrelur úr Grønlandi verður landaður í Íslandi. Løgmaður fer at taka framtíðarstøðuna hjá Føroyum fram á ríkisfundinum í Grønlandi um tvær vikur. Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, í svari til Gunvør Balle, løgtingskvinnu. Gunvør Balle í Tjóðveldi spurdi, um løgmaður ætlar at taka ynski sítt um eina endurskoðaða avtalu millum Føroyar og Danmark upp á ríkisfundinum. Løgmaður svarar, at hann ætlar sær at umrøða áleikandi mál Føroya og Danmarkar millum, sum hava verið frammi seinasta árið, millum annað, leggur hann so afturat, hvussu ein framtíðar modernisering av ríkisfelagsskapinum kann verða. Kaj Leo Holm Johannesen sigur eisini, at hann hevur ikki boðað Helle Thorning Schmidt ella Kuupik Kleist frá hesum. Ikki raðfest fremst í samgonguni Løgmaður sigur í svarinum til Gunvør Balle, at tað er vanligt, at vit stjórnarleiðarar siga hvørjum øðrum frá frammanundan, um stórmál eru at tosa um. Tað havi eg ikki gjørt enn. Tí vildi tað verið eitt sindur løgið, um eg nú boði tingmanni frá, hvørji ítøkilig mál, eg ætli mær at taka upp, uttan at boða forsætismálaráðharranum frá tí sama. Kortini sigur løgmaður seinni í sama svari, at hann fer at tosa um framtíðar modernisering av ríkisfelagsskapinum, sum hann tekur til, á fundinum í Grønlandi. Gunvør Balle spurdi eisini, um løgmaður ætlar at fáa eina breiða semju millum allar flokkar í Føroyum um nýggja skipan millum Føroyar og Danmark. Løgmaður svarar, at í øllum politiskum viðurskiftum, hann fæst við, roynir hann at fáa so breiða undirtøku sum gjørligt. Men ber tað ikki til, er ofta neyðugt at lata sær lynda eina smalri politiska undirtøku. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, sigur, at nýggja skipanin millum Føroyar og Danmark er ikki fyrsta mál á skránni hjá samgonguni. Vága Floghavn hevur ikki fleiri enn tær 102 milliónir krónurnar at byggja farstøð fyri, og nú verður kannað, hvat fæst fyri hesa peningaupphædd. Í gjár var nevndarfundur í partafelagnum Vága Floghavn, og nú byrja samráðingar við byggifyritøkuna Articon í eini roynd at vita, hvat felagið kann gera fyri tøku upphæddina. Vit hava ikki fleiri pengar, og tí mugu vit kanna, hvat vit kunnu fáa fyri tær 102 milliónirnar. Articon og ráðgevarar okkara undir Farport samtakinum arbeiða víðari við málinum, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn. Articon hevði bíligasta tilboðið, tá tilboðini vórðu latin upp beint fyri ólavsøku. Fimm undangóðkendar byggifyritøkur vórðu bodnar at bjóða, og Articon metti seg at kunna gera arbeiðið fyri 125 milliónir krónur. Hinar tríggjar fyritøkurnar, J amp K Petersen, Búsetur og E. Phil amp Søn, lógu munandi hægri, úr 153 upp í 161 milliónir krónur. Skerja ikki fermetratalið Jákup Sverri Kass vísir á, at tað ikki er óvanligt, at byggiharri og arbeiðstakarar samráða seg fram til ein bíligari kostnað, eftir at lisitasjónin hevur verið. Spurdur, hvar skorið verður, staðfestir flogvallarstjórin, at talan verður ikki um at skerja fermetratalið í ætlaða terminalbygninginum. Sparingin verður helst í útreiðslunum fyri tilfar og tílíkt. Væntandi verða næstu 14 dagaranir brúktir til hetta arbeiðið, og ætlandi er avtalan fingin í lag um mánaðarskiftið, so byggiarbeiðið kann byrja tá, sigur Jákup Sverri Kass. Arbeiðið at gera byggiplássið klárt er annars byrjað. Farmahøllin, sum stendur á økinum, har nýggja farstøðin skal verða, verður nú tikin niður. Vága Floghavn hevur latið høllina til Vága Bjargingarfelag, sum fer at seta hana uppaftur á ídnaðarøkinum hjá Sørvágs kommunu skamt frá flogvøllinum. Løgtingið samtykti í dag uppskotið frá landsstýrinum um fiskidagar næsta fiskiár, sum byrjar 1. september. Uppskotið varð samtykt við 21 atkvøðum fyri og átta ímóti. Sostatt verður fiskidagatalið óbroytt næsta ár. Eitt broytingaruppskot frá Tjóðveldi og Framsókn um at taka 10 prosent av døgunum frá teimum, sum reka vinnuligan fiskiskap, tó ikki bátunum í bólki fimm, fall. 8 atkvøddu fyri og 21 ímóti. Uppskotið um fiskidagarnar skal hava eina viðgerð afturat í tinginum. Gunvør Balle, løgtingskvinna, spyr nú Bjørn Kalsø, landsstýrismann, hvørjar ætlanir hann hevur við Kringvarpinum. Hon hevur sett landsstýrismanninum skrivligan fyrispurning í tinginum. Gunvør Balle spyr, um landsstýrið hevur nakra ætlan ella visjón fyri Kringvarpið. Hon spyr, um tað kann góðtakast, at sjónvarpstíðindasendingin Dagur og Vika verður tikin av skrá í fleiri vikur, og um landsstýrismaðurin ætlar at taka stig, so hetta ikki endutekur seg, men uppraðfestir tíðindi í Kringvarpinum. Gunvør Balle vil eisini hava at vita, nær samanleggingin av sjónvarpinum verður endaliga liðug, er nær verður alt virksemið hjá Kringvarpinum savnað undir einum taki, og um arbeitt verður við ætlanum um at byggja út í Sortudíki. Eftirmeting Bjørn Kalsø verður eisini spurdur, um hann ætlar at eftirmeta samanleggingina av stovninum. Gunvør Balle sigur í viðmerkingunum til fyrispurningin, at ein eftirmeting hevði kanska komið fram til, at neyðugt er at savna virksemið í einum húsi, og at stovnurin má hava tvær tíðindaredaksjónir. Kanska hevði niðurstøðan verið tann, at rættari var at skilja útvarp og sjónvarp sundur aftur, ella at býta játtanina millum útvarp og sjónvarp sundur, so tað liggur fast, hvørja játtan miðlarnir skulu hava, sigur hon. Varðin Pelagic á Tvøroyri hevur avskipað fyrstu lastina av makreli. Í gjár kom farmaskipið Green Lofoten á Tvøroyri eftir 500 tonsum, og í dag kemur eitt systirskip eftir 2500 tonsum, skrivar Dimmalætting. Ein av stóru marknaðunum fyri makrel er Nigeria. Green Lofoten skal eisini hava 2000 tons frá russiskum skipum, áðrenn hann fer úr Føroyum, meðan systirskipið, sum kom í morgun, tekur øll 2500 tonsini umborð á Tvøroyri, skrivar Dimmalætting. Fyri viku síðani kom verulig gongd á nýggja uppsjóvarvirkið á Tvøroyri, sum hevur tikið ímóti fleiri lastum. Íslendingar hava fiskað 400 tons av makreli við dorg ella snellu higartil í summar. Hetta er ein triðing meira enn alla vertíðina í fjør, upplýsir felagið hjá teimum, sum eiga teir smáu útróðrarbátarnar. 12 bátar fiska makrel við húki. Tann eini báturin hevur fiskað 83 tons. Áhugin fyri at fiska makrel er ikki so stórur enn hjá útróðrarbátunum, tí talan er framvegis um royndir, og tað kostar ikki einki at gera bát út til makrelfiskiskap. Teir, sum fiska makrel við húki, siga, at teirra makrelur er tann besti og gevur hægsta prísin, tí hann er ikki kroystur í einum troli. Veðurlagsbroytingarnar hava við sær, at skipaferðslan í Grønlandi er nógv økt, men tilbúgvingin er óbroytt. Danski verjumálaráðharrin, Nick Hækkerup, hevur verið á vitjan í Grønlandi, og hann heldur tað vera neyðugt at játta meiri pening til tilbúgvingina, tí vandi er fyri, at økta skipaferðslan kann hava stórar vanlukkur við sær Verjumálaráðharrin fer nú at venda sær til flokkarnar í fólkatinginum um størri játtan. Men umbønin frá Nick Hækkerup fær misjavna undirtøku frá andstøðuni. Flokkarnir vísa á, at verjan skal spara nærum tríggjar milliardir krónur, og tí verður torført at útvega meiri pening til betri tilbúgving í Grønlandi. Verjunevndin hjá fólkatinginum fer til Grønlands á vitjan í næstu viku. Kristina Háfoss úr Tjóðveldi vil nú hava at vita frá løgmanni, um hann ætlar at biðja donsku stjórnina um at hækka ríkisveitingina, ella um ætlanin er slept. Hon hevur sett Kaj Leo Holm Johannesen ein skrivligan fyrispurning um ríkisrættarligu støðuna, nú løgmaður alment hevur boðað frá, at hann vil hava einríkjafelagsskap millum Danmarkar, Føroyar og Grønland. Kristina Háfoss spyr løgmann, um hann fer at gera eina ítøkiliga ætlan fyri at yvirtaka øll málsøki til dømis innan 10 ár. Eisini verður hann spurdur, um stig verða tikin at seta uttanríkispolitisku heimildarlógina úr gildi. Kristina Háfoss vil harafturat hava at vita frá løgmanni, um hann fer at taka stig til at fáa semju millum allar flokkar á tingi um heildarætlan at skipa Føroyar sum sjálvstøðugt land, og nær. Stórtingið í Noreg verður kallað saman sum skjótast at viðgera frágreiðingina, sum nevndin, ið kannaði álopið í Oslo og á Utøya 22. juli í fjør, legði fram í gjár. Tað upplýsir stórtingsformaðurin, Dag Terje Andersen, fyri norska kringvarpinum. Tá frágreiðingin varð løgd fram í gjár, boðaði Jens Stoltenberg, forsætisráðharri, frá, at hann fór at biðja formannin um loyvi at hava orðaskifti um frágreiðingina. Stjórnin hjá Jens Stoltenberg fær av at vita í frágreiðingini, og norska blaðið, Verdens Gang, biður í oddagreinini í dag Jens Stoltenberg um at leggja frá sær. Fundur í næstu viku Eftir ætlan skal Stórtingið ikki koma saman fyrr enn 1. oktober, men andstøðan í stórtinginum vil hava tingið saman sum skjótast, so Jens Stoltenberg kann greiða frá, hvat stjórnin ætlar at gera við frágreiðingina. Dag Terje Andersen, stórtingsformaður, sigur, at tað neyvan ber til at kalla stórtingið saman hesa vikuna, men hann er í ferð við at kanna møguleikarnar fyri at halda fund í næstu viku, sigur hann við Bergens Tidende. NRK skrivar, at breið semja er í Stórtinginum um, at tingið sum skjótast eigur at fáa at vita, hvat forsætisráðharrin ætlar at gera við frágreiðingina frá serligu nevndini. Uttanlandsnevndin vil hava løgmann í samráð um sendistovur. Nevndin fer á fundi á dag at orða spurningarnar, sum løgmaður verður biðin um at svara á samráðnum. Jákup Mikkelsen, formaður í Uttanlandsnevndini, sigur, at herfyri nevndi løgmaður alment møguleikan fyri føroyskum sendistovum aðra staðni enn har, sum sendistovur eru nú. Í samrøðu við Útvarpið tann 18.juni segði Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, at hann hevði biðið umsitingina hjá sær kanna møguleikarnar at seta á stovn sendistovu í Beijing og Moskva. Fyrr hevur løgmaður avgjørt at lata sendistovuna í London aftur fyri at spara og flyta virksemið har til Brússel. Uttanlandsnevndin ætlar eisini at spyrja løgmann um sendistovuna í London í samráðnum. Løgtingið fer í dag at atkvøða um fiskidagarnar næsta fiskiár. Samgongan mælir til óbroytt fiskidagatal. Tjóðveldi og Framsókn mæla til at taka tíggju prosent av døgunum frá teimum, sum reka vinnuligan fiskiskap, men ikki frá bátunum í bólki fimm. Javnaðarflokkurin heldur tað ikki vera ráðliga at taka fleiri fiskidagar nú. Men flokkurin skjýtur upp, at fiskidagar kunnu býtast um við onnur fiskirættindi í føroyskum sjógvi ella aðra staðni. Eitt uppskot um júst hetta kemur í løgtingið. Forða fyri spekulasjón Á fundinum í dag, sum byrjar kl.11, fer tingið eisini at viðgera eitt uppskot, sum skal forða fyri spekulasjón í veiðuloyvum og fiskirættindum. Allir tríggir flokkarnir í andstøðuni løgdu sama uppskot fram í vár, men tá fall uppskotið. Nú hevur Tjóðveldi einsamalt lagt uppskotið framaftur. Støðan er broytt síðani í vár. Nú verða makrelkvotur handlaðar. Tíggju línuskip eru seld við øllum loyvum, so trolarar og ídnaðarskip kundu fiska teirra makrel. Tá makrelurin er fiskaður, keypa gomlu eigararnir línuskipini aftur. Bumbuatsóknin í Oslo og atsóknin á Utøya 22. juli í fjør, sum kravdu 77 mannalív, kundu verið steðgaðar. Tað er niðurstøðan hjá norska blaðnum, Verdens Gang, sum mælir Jens Stoltenberg, forsætisráðharra til at leggja frá sær. Í gjár kom frágreiðingin um hendingina, sum ein nevnd hevur arbeitt við í eitt ár. Og Verdens Gang sigur niðurstøðuna vera greiða Stovnarnir sum skuldu verja land og fólk, virkaðu ikki. Tey sviku okkum, skrivar blaðið í oddagreinini í dag. Nógv er tosað um kreppustøður, men evnini at loysa slíka kreppu vóru ikki til, ger blaðið greitt. Jens Stoltenberg hevur fyrr sagt seg taka ábyrgdina av tí, sum hendi 22.juli í fjør, men hann hevur víst aftur, at hann ætlaði at leggja frá sær sum forsætisráðharri. Í frágreiðingini fær stjórnin rós frá nevndini, tí samskiftið við fólkið var gott, og fólk kendu seg trygg. Verdens Gang sigur í oddagreinini, at Stoltenberg hevur meiriluta í stórtinginum og valdið til at verða sitandi. Men hann átti at havt dirvi at lagt frá sær, skrivar blaðið í oddagreinini í dag. Lógaruppskotið hjá Vinnumálaráðnum um útlendskar eigarar í føroysku alivinnuni fer fyrst og fremst at forða fyri, at norska fyritøkan SalMar kann keypa fleiri partabrøv í Bakkafrosti. Men SalMar sleppur tó undan at selja síni partabrøv, tí ognarparturin hjá SalMar í Bakkafrosti í løtuni er beint undir markinum, sum er 30 prosent. Tað sigur Kolbjørn Giskeødegard, greinari hjá Nordea. Kolbjørn Giskeødegard sigur, at lógaruppskotið kann fáa útlendskar íleggarar at ivast meira í at gera íløgur í føroysk feløg, tí knappligar broytingar í vinnutreytunum økja um óvissuna, og tí økist váðin hjá íleggjarunum eisini. Virðisbrævamarknaður Føroya hevur kunngjørt greiningina hjá Kolbjørn Giskeødegard á sínari heimasíðu. Kemur óvart á vinnuna Bakkfrost hevur einki havt at gera við tað, at landsstýrið nú skjýtur upp at avmarka útlendskan eigaraskap í føroysku alivinnuni. Tað staðfestir stjórin á Bakkafrost, Regin Jacobsen, í blaðnum Finansavisen. Sambært Regini Jacobsen er uppskotið komið púra óvart á laksavinnuna. Vinnan hevur ikki verið við í hesi tilgongdini, og fær nústani møguleika at gera viðmerkingar til uppskotið, sigur stjórin á Bakkafrost. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður og formaður í Sambandsflokkinum, stendur eftir øllum einsamallur í Sambandsflokkinum við dreyminum um ein ríkjafelagsskap millum Danmark, Føroyar og Grønland. Alfred Olsen, sum er formaður fyri tingmanningina, sigur við Sosialin, at tingmanningin veit ikki meiri enn tað, sum løgmaður segði í røðu síni á ólavsøku. Hann nevndi tá, at eini 15 mál eru eftir at yvirtaka, men nakað áramál varð ikki nevnt. Vit vita ikki meiri júst nú, heldur ikki um eina fólkaatkvøðu, sigur Alfred Olsen við blaðið. Formaðurin fyri tingmanningina vil ikki siga, um hann tekur undir við Kaj Leo Holm Johannesen sum formanni í Sambandsflokkinum, men hann ger greitt, at formaðurin er einsamallur um dreymin um ein ríkjafelagsskap. Eg kann ikki seta orð á ósemjuna, fyrr enn vit hava viðgjørt málið innanfloks, sigur Alfred Olsen við Sosialin. Styðjar framvegis Kaj Leo Bárður Nielsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, var millum teirra, sum beinan vegin gjørdu vart við seg, tá floksformaðurin hevði umrøtt broytingarnar í ríkisrættarligu støðuni í løgmansrøðuni. Bárður Nielsen sigur við Sosialin í dag, at hann styðjar enn Kaj Leo Holm Johannesen sum floksformann, men at loysa Føroyar úr ríkisfelagsskapinum er ikki í samsvari tað, sum Sambandsflokkurin stendur fyri. Eg veit einki um, at ríklsveitingin fellur burtur um 10 ár, og at ein fólkaatkvøða skal vera, sigur Bárður Nielsen við Sosialin. Fráboðanin um broytingar í ríkisrættarligu støðuni eru ongantíð viðgjørdar í Sambandsflokkinum, og kunnu tí ikki fatast sum politikkur floksins, leggur hann aftrat. Hann sigur, at nóg nógvir loysingarflokkar eru í Føroyum, og ongantíð er meiri brúk fyrin einum røttum Sambandsflokki enn nú. Tað er framvegis vøkstur í lønargjaldingunum. Í juli vóru árstíðarjavnaðu lønargjaldingarnar 605 milliónir krónur. Tað eru níggju milliónir fleiri enn í juni, og vøksturin er hálvt annað prosent, uppysir Hagstovan. Síðani miðskeiðis í fjør eru fleiri lønir goldnar, og lønirnar í juli vóru tær mestu síðani apríl 2008. Størsti vøkstur í fiski og alivinnuni Tað eru fiski og alivinnan, sum hava havt størsta vøksturin seinasta hálva árið. Fiskivinnan rindaði umleið 110 milliónir krónur um mánaðin frá februar til mai, men í juni og juli var vøkstur, og meiri enn 120 milliónir krónur vórðu goldnar í lønum í fiski og alivinnuni í juli. Hinvegin hava byggivinnan og privatar tænastur staðið í stað seinasta hálva árið. Byggivinnan rindar umleið 70 milliónir krónur í lønum um mánaðin, og tænastuvinnurnar rinda áleið 195 milliónir. Almennar tænastur rinda nú umleið 215 milliónir krónur í lønum um mánaðin, og tað er eitt vet meiri enn fyri hálvum ári síðani, sigur Hagstovan. Í februar var verkfall, sum hevði við sær, at almennu lønirnar vóru færri enn vanligt. Nú ætlanin er at broyta arbeiðsumhvørvislógina, má lógin taka støði í føroyskum viðurskiftum heldur enn ES fyriskipanum. Tað heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum hevur fingið uppskotið til hoyringar. Arbeiðsgevarafelagið vísir á, at broytingarnar í lógini, sum umfata ung undir 18 ár, taka støði í líknandi reglum í grannalondunum, ið aftur lúka ES fyriskipanir. Tað merkir, at arbeiðsumhvørvistrupulleikar á einari bensinstøð nærindis einum stórum motorvegi í Týsklandi fara at avgera reglurnar fyri arbeiðsumhvørvi í einari kaikiosk í Føroyum. Rán og álop Flest øll á evropeiska meginlandinum skilja ivaleyst, at ung undir 18 ár ikki skulu arbeiða einsamøll á einari bensinstøð, tí vandi kann vera fyri ráni, álopum o.s.fr. Tað er verri hjá føroyingum at skilja, hví somu reglur skulu verða settar í verk fyri kaikioskina í Føroyum, siga arbeiðsgevararnir. Felagið heldur, at støði eigur at verða tikin í veruligum váða í føroyska arbeiðsumhvørvinum, og tað eigur í viðmerkingunum til lógina ítøkiliga at verða greitt frá, hví tað er neyðugt at seta hesar broytingar í verk. Bara at vísa til, at somu reglur eru galdandi aðra staðni í Evropa, er ikki nøktandi, sigur Arbeiðsgevarafelagið. Anders Behring Breivik átti at verðið handtikin fyrr. Tað er ein av niðurstøðunum í frágreiðingini, sum ein serlig nevnd hevur skrivað um hendingarnar í Oslo og Utøya 22. juli í fjør. Í frágreiðinigni stendur eisini, at forðað kundi verið fyri atsóknini á stjórnarbygningin í Oslo. Tilbúgvingarmanningin visti ikki, hvat Utøya lá, og í staðin sigldi hon í gummibáti til grannaoynna Geitøya. Forkvinnan í 22. juli nevndini, Alexandra Bech Gjørv, sigur, at fregnartænastan hjá løgregluni átti eisini at varnast Anders Behring Breivik nógv fyrr, so bumbuatsóknin í Oslo kundi verið fyribyrgd. Hinvegin rósar nevndin bjargingararbeiðnum og stjórnini fyri at duga væl at samskifta við fólkið. Yvirgangsatsóknin í Oslo og á Utøya 22. juli í fjør kravdi tilsamans 77 mannalív. Stjórnin setti stutt eftir nevndina, sum skuldi kanna hendingarnar út í æsir, og í dag kunngjørdin nevndin sína frágreiðing. Strandferðslan fer nú at talgilda ferðaseðlaskipanina, og samstundis verður bygnaðurin í skipanini broyttur soleiðis, at nú verður koyrt í zonum. Við nýggju skipanini ber framvegis til at hava kontantavgreiðslu og at nýta kort, eitt nú mánað aring arkort ella skúlakort, sum eru persónlig. Strandferðslan hevur í løtuni 10 túrakort, sum eru avmarkað til eina ávísa leið. Nú verður skipanin tann, at brúkarin til dømis kann fylla 500 krónur á eitt kort og fáa avsláttur hvørja ferð, ferðast verður. Kortið er ikki longur persónligt, og tí kann familja nýta sama kort. Haraftrat ber til at ferðast á øllum leiðum. Koyra í zonum Leiðirnar verða óbroyttar, og prísirnir verða teir somu. Tó verður bygnaðurin broyttur soleiðis, at nýggja skipanin verður ein zonuskipan. Tað merkir, at ferðast verður í zonum og millum zonur. Í fyrstu atløgu verður skipanin sett í verk sum eina roynd fyri Bygdaleiðir í Suðuroynni, men sum frálíður um alt landið. Tá skipanin hevur verið roynt eina tíð, verður hon sett í verk fyri allar oyggjaleiðir umborð á strandfaraskipunum. Edmund Joensen, fólkatingsmaður hjá Sambandsflokkinum, vil hava Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, frá sum formann í Sambandsflokkinum. Edmund Joensen sigur í eini grein í dag, at tað fær víðfevndar avleiðingar fyri Føroyar og føroyingar, um formaður Sambandsfloksins fær møguleika at gera álvara av sínum dreymi um at avtaka ríkisfelagsskapin. Tað er óhoyrt, at ein formaður í Sambandsflokkinum vendir ríkisfelagsskapinum bakið og eins og fullveldispolitikarar droymir um eitt sjálvstøðugt ríki. Sambandsflokkurin má sjálvsagt hava eitt sambandsfólk til formann, sigur Edmund Joensen. Hann skrivar, at tað, sum løgmaður segði í røðu síni á ólavsøku um ein ríkjafelagsskap, elvir til spjaðing í Sambandsflokkinum og millum sambandsfólk. Tað, sum løgmaður segði , ikki bert undirgrevur alt tað, ið Sambandsflokkurin stendur fyri, men tað máar eisini butur av støðu Føroya í Ríkinum og rættindi føroyinga sum ríkisborgarar, sigur fólkatingsmaðurin hjá Sambandsflokkinum. Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum. Alt bendir á, at løgtingið fer at áseta somu fiskidagar næsta fiskiár sum sum í ár. Samgonguflokkarnir í vinnunevndini taka undir við uppskotinum frá landsstýrismanninum um óbroytt dagatal næsta ár. Uppskotið kemur til 2. viðgerð í tinginum í morgin, og tá verður eisini atkvøtt. Alfred Olsen, Bjarni Djurholm, Hanus Samró og Jógvan Skorheim, sum umboða samgonguna í vinnunevndini, siga í álitinum, at tey flestu, sum vóru á fundi við nevndina, taka undir við, at fiskidagatalið verður óbroytt. Tíggju prosent skerjing Páll á Reynatúgvu úr Tjóðveldi og Poul Michelsen í Framsókn mæla til at skerja fiskidagarnar tíggju prosent, tó ikki hjá útróðrarbátum í bólki fimm. Aksel V. Johannesen í Javnaðarflokkinum vísir á eitt nýtt uppskot hjá flokkinum um, at fiskifør kunnu býta onnur rættindi í føroyskum sjógvi ella að aring rsta aring ni um við fiskidagar eina tíð. Fiskidagarnir skulu verða avgreiddir í seinasta lagi 18. august, tí nýggja fiskiárið byrjar 1. september. Einki útlendskt móttøkuskip kemur til Føroya at taka ímóti makreli í summar. Lafayette, sum Fjord Fishing and Finance Company hevur leigað aftur í ár, hevur gjørt avtalu við grønlendskt felag, og kemur tí ikki til Føroya at taka ímóti makreli. Tað váttar Ludvík við Stein, umboðsmaður hjá Lafayette. Hann vil tó ikki upplýsa, hvat grønlendskt felag talan er um. Tað hevur ikki eydnast at fáa avtalu við føroysku skipini, ið fiska makrel, sigur Ludvík við Stein. Orsøkin er avreiðingargjaldið á tvær krónur fyri hvørt kilo, ið løgtingið hevur samtykt. Fjord Fishing and Finance Company hevur verið í sambandi við stóran part av føroyska flotanum, men allastaðni er svarið tað sama, sigur Ludvík við Stein. Lafayette kemur á Runavík hósdagin, men fer higani beina kós til Grønlands, har skipið skal taka ímóti makreli. Kunnu eisini fiska makrel Felagið hevur eisini fingið loyvi at fiska makrel í Grønlandi. Ludvík við Stein vil tó ikki upplýsa, hvussu stór kvotan er. Men avtala er gjørd við skip um at fiska kvotuna. Fiskimálaráðið fekk annars nógvar umsóknir um loyvi til útlendsk móttøkuskip í ár. Thor í Hósvík hevði søkt um loyvi til tveir stórar kinesiskar trolarar, Kai Yu og Kai Li. AElig tlanin var, at teir skuldu koma til Føroya, men teir eru farnir til Grønlands. Og nú fer Lafayette sama veg. Landsstýrið hevur ætlað at fáa 78 milliónir krónur frá skipum, sum selja útlendskum móttøkuskipum makrel í ár. Vinnur republikanska forsetavalevnið, Mitt Romney, og varaforsetavalevni hansara, Paul Ryan, forsetavalið, so sleppur Mitt Romney sjálvur lættari í skatti. Eitt uppskot, sum Paul Ruyan hevur gjørt, gevur nýggja forsetanum nógvar fyrimunir, skriva amerikanskir miðlar. Vinna republikanararnir valið, skal Romney eftir uppskotinum bert rinda 0,82 prosent í skatti. Romney fær 21 millónir dollarar í kapitalinntøku um árið. Mitt Romney kunngjørdi leygardagin, at Paul Ryan verður varaforsetavalevni, og hann hevur sitið í umboðsmannatinginum í 16 ár, umboðandi landspartin Wisconsin. Paul Ryan hevur sína hugsan um amerikanska fíggjarpolitikkin, og hann sigur seg fara at virka fyri ógvusligum sparingum. Amerikanskir miðlar siga Paul Ryan vera ein fólksligan politikara, sum kann fáa fólk at skilja fíggjarpolitikkin. Hann er høgt í metum millum fólk, og er ein av høvuðsmonnunum aftan fyri fíggjarpolitikkin, sum republikanski flokkurin ætlar at reka, um hann vinnur forsetavalið. Teistin skal umvælast fyri 17,5 milliónir, so bráddliga íkomnu avlýsingarnar fara í søguna. Í meðan hava nólsoyingar onga bilferju fimm dagar um vikuna. Strandferðslan royndi at finna skip, sum svarar til Ternuna, uttanlands, men tað eydnaðist ikki, sigur Bogi Mortensen, stjóri á Strandfaraskipum landsins. Men enn er eingin orsøk at stúra, hvørki so ella so, heldur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard. Hóast einki útlendskt móttøkuskip er komið enn, og tí heldur ikki ein einasta króna av teimum 78 milliónunum í avreiðingargjaldi, sum landskassin skuldi fáa fyri makrel í ár, og hóast nógv minni er fiskað higartil enn hesa tíðina í fjør, er eingin vandi fyri, at makrelurin fer at svíkja í ár. Pengarnir koma og øll kvotan verður fiskað, metir Vestergaard. Samstundis sum landsstýrið ognaði sær 78 milliónir í avreiðingargjaldi fyri makrel til útlendsk móttøkuskip, var endamálið við avreiðingargjaldinum, tvær krónur fyri kilo, eisini at styggja føroysku skipini burtur frá móttøkuskipunum, so føroysk virki og føroysk skip fáa makrelin í staðin fyri Eitt móttøkuskip, Lafayette, er á veg til Føroya. Lafayette verður her hósdagin ella fríggjadagin. Hoyr samrøðuna við Jacob Vestergaard, landsstýrismann, her Tað vísa tøl hjá Fiskiveiðueftirlitinum um vinnuligan fiskiskap. Tann 8.august vóru 2815 fiskidagar eftir í fiskiárinum, sum endar 31.august. Hetta eru 23,7 prosent av døgunum, sum eru tillutaðir í ár. Serliga hjá útróðrarbátunum eru nógvir dagar eftir. Samstundis sum nakrir ikki brúka sínar dagar, hava aðrir ov fáar dagar og noyðast tí at keypa sær fleiri dagar. Serliga trolararnir selja og keypa nógvar dagar. Seks fiskimenn sum vóru við trolaranum Audacious tá hann í nátt sakk uttanfyri Aberdeen, eru allir bjargaðir, skrivar Fishin News International. Eitt skip sum var nærhendis tá skipið sakk, kom teimum til hjálpar og fekk manningina umborð. Skotski trolarin Audacious sendi út neyðarkall klokkan hálvgun trý í nátt, tá teir vóru staddir beint eystanfyri Aberdeen. Audacious er bygdur úr stáli, og varð latin eigarunum í 1999. Leygarnáttina fóru russarar av einum skip, sum liggur í Havn, og føroyingar til hendurs í Tórsgøtu við Fransabrekkuna. Tá politiið kom, var hópslagsmálið tó liðugt. Men meðan politiið er á staðnum, gevur ein russari einum føroyingi nevan beint frammaná. Maðurin varð tikin og í grundlógaravhoyring í gjárkvøldið varð hann varðhaldsfongslaður í 13 dagar, upplýsir politiið. Maðurin játtar seg sekan. Hann segði, at hann helt, at maðurin, sum hann gav nevan, hevði sligið seg frammanundan. Men í grundlógaravhoyringini ásannaði hann tó, at so var helst ikki, tí hann kendist ikki við mannin, sum hann sló. Nú strandarlondini fyrireika seg til enn eitt samráðingarumfar um makrelin er ein nýggjur leikari á veg inn á vøllin. Grønland umhugsar at biðja um at gerast strandarland fyri at fáa lut í makrelbýtinum. Tað sigur Ane Hansen, landsstýriskvinna í fiskivinnumálum, við íslendska fiskivinnublaðið Fiskifr eacute ttir. Grønlendska landsstýrið hevur longu givið loyvi til royndarfiskiskap eftir makreli við Eysturgrønland. Tveir stórir kinesiskir trolarar hava fingið loyvi til at fiska 20.000 tons av makreli. Annar, Kai Yu, hevur skjótt verið við Eysturgrønland í tvær vikur. Hin, Kai Li, er á veg hagar. Thor hevur annars søkt um loyvi til bæði hesi skipini at vera móttøkuskip í føroyskum sjógvi í summar. Kai Yu hevur forhondstilsøgn. Kai Li er enn til viðgerðar í Fiskimálaráðnum. Umsóknin um hann kom ikki fyrr enn í hesi vikuni. Grønlendingar royndu fyrst at fáa skip úr Føroyum, Íslandi og Danmark at fiska makrel fyri seg. Men myndugleikarnir í teimum trimum londunum søgdu nei. Royal Greenland hevur gjørt sáttmála um makrelfiskiskapin hjá Kai Yu og Kai Li. Skipini virka og frysta makrelin umborð. Ísland slapp fyri fáum árum síðani ikki at vera við sum strandarland, tá Føroyar, ES og Norra samráddust um makrel. Men íslendingar fóru av álvara at fiska makrel, góvu sær sjálvum stóra kvotu, og nú er Ísland viðurkent sum strandarland. Uttan at kunna donsku stjórnini samstarvaði CIA við fleiri privatpersónar í Danmark um at avlurta sendistovuna hjá Norður Korea í Danmark. Tá myndugleikarnir fingu frænir av hesum, valdi stjórnin hjá Anker Jørgensen at reka nakrar CIA njósnarar av landinum. Hetta veit Politiken at siga frá í dag. Tað var eftir áheitan frá donsku fregnartænastan, PET, at njósnararnir blivu sendir av landinum. Tað er fyrrverandi PET stjórin Ole Stig Andersen sum skrivar hetta í sínm endurminningum. Hann skrivar at amerikansku njósnararnir fingu somu viðferð sum KGB njósnarar sum blivu avdúkaðir. Talan var um tríggjar njósnarar sum fingu boð um at teir vóru óynsktir í Danmark. Málið bleiv hildið loyniligt fyri ikki at skaða samskiftið við USA, og ákærurnar móti teimum donsku ríkisborgarunum sum hjálptu amerikanarunum blivu tiknar aftur, fyri at sleppa undan at tær endaðu í rættarskipanini, skrivar Politiken. Hans Jørgen Bonnichsen, fyrrverandi PET stjóri, heldur at málið er serligt, og at hann heldur at danska stjórnin vísti mót, tá hon blakaði amerikanararnar av landinum. Hann heldur at tað er nakað at hugsa um, tá ein vinatjóð velur at arbeiða ólógliga á danskari jørð. Men sum man sigur í fregnartænastuni Tað finnast eingir vinir, bara samstarvsfelagar, sigur Bonnichsen við Politiken Søndag. Ole Wæver, professari í altjóða viðurskiftum á lærda háskúlanum í Keypmannahavn, er ikki í iva um at amerikanararnir gera ting í Danmark sum teir ikki hava loyvi til. Og tað er ikki óhugsandi at teir verða avdúkaðir javnan, men at man tá bara finnur eina passandi loysn fyri at loysa málið, sigur han. Løgmaður rennir undan sín orðum, tá hann sigur, at tað ikki er nakar trupulleiki at tað møguliga ikki koma so nógvir pengar í landskassan frá tilfeingisgjaldi og avreiðingargjøldum sum ætlað. Tað sigur formaðurin í javnaðarflokkinum Axel Johannesen. Í tíðindunum á middegi staðfesti løgmaður, at tað nýtist ikki at gerast ein trupulleiki, um landskassin ikki fær 78 milliónir inn frá útlendskum móttøkuskipum, tí virðisøkingin av makrelinum á landi verður tess størri. Men sambært formanninum í javnaðarflokkin um er hetta ikki í tráð við tað, sum løgmaður segði undir 2. viðgerð av uppskotinum um til løgtingslóg um gjøld í sambandi fiskiskap eftir makreli síðst í mei mánað. Hoyr samrøðuna við Aksel V. Johannesen í tíðindunum her Her er samrøðan við løgmann Kaj Leo Johannesen í tíðindunum á middegi Við broytingini kunnu einstakir útlendskir eigarar ikki eiga meir enn 30 prosent í føroyksum alifyritøkum Norska Marine Harvset eigur sum er meir enn tveir triðingar í føroyska Marine Harvest og hevði ætlainir um at víðka sítt virksemi eitt nú á Sandi , men tað verður neyvan av nøkrum nú, sigur Ragnar Joensen, stjóri í Marine Harvest Føroyska Marine Harvest er minsta alifyritøkan í Føroyum við fægst aliloyvum. Men hetta tekur nýggja lógin ikki atlit til, tí sambær broytingini mugu einstakir útlendskir eigarar ikki eiga meir enn 30 prosent í eini føroyskari alifyritøku uttan mun til, hvussu stór alifyritøkan er og hvusssu nógv aliloyvir hon hevur. Ragnar Joensen vísir á, at hetta gera acute at ein lítili fyritøkar verður lutfallsliga hart rakt av broytingini Hoyr samrøðuna við Ragnar Joensen, og viðmerkingarnar hjá Sveinur Tróndarson, tíðindamanni, í tíðindunum her Orsøkin er at móttøkuskipini enn ikki eru komin í føroyskan sjógv. Samgongan hevur annars mett at landskassin í ár skal fáa 78 milliónir krónur inn frá einum avreiðingargjaldi uppá tvær krónur kilo frá móttøkuskipunum. Tvørturímóti kann tað vísa seg, at vit í ár fara at virðisøkja makrelin meir við tess fleiri inntøkum her á landi heldur løgmaður Enn er ikki ein króna komin inn í avreiðgargjaldi frá útlendskum móttøkuskipum. Trý skip hava fingið loyvi at koma, men sum skilst er bara La fayette í løtuni á veg til Føroyar. Hoyr samrøðuna við løgmann í útvarpstíðindunum her Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, ger viðmerkingar til løgmann í tíðindunum klokkan 18.00 hoyr her Funnist verður hvassliga at norsku løgregluni í eini frágreiðing, sum ein serlig nevnd hevur skrivað um hendingina, tá Anders Behring Breivik sprongdi eina bumbu í stjórnarbygninginum í Oslo og síðani drap frá hond á Utøya 22. juli í fjør. Frágreiðingin verður ikki kunngjørd fyrr enn mánadagin, men sambært blaðnum Verdens Gang, sum hevur sæð frágreiðingina, fær løgreglan av at vita í kanningini. M.a. verður víst á, at tað gingu meiri enn tríggir timar frá tí, at bumban brast í Oslo, til Breivik varð handtikin á Utøya. Tá hevði hann beint fyri 77 fólkum. Løgreglan sýndi vánaliga leiðslu, og samkiftið riggaði als ikki, stendur í frágreiðingini, sambært Verdens Gang. Í niðurstøðuni sigur kanningarnevndin, at fregnartænastan læt sum einki, hóast tollvaldið hevði frænir av, at Breivik keypti tilfar, sum kundi nýtast at gera eina bumbu. Tá bumban brast í Oslo, vórðu eingi tiltøk sett í verk, sum kundu steðgað ferðsluni og forðað Breivik at rýma út á Utøya. 22. juli nevndin er ein óheft nevnd, sum varð sett at kanna allar umstøðurnar í sambandi við yvirgangsatsóknina í fjør. Tað gongur skjótari hjá íslendingum at fiska sína makrelkvotu enn hjá føroyingum. Íslendingar hava fiskað 92.000 tons av kvotuni, sum er 150.000 tons. Tí eru 40 prosent eftir av kvotuni nú. Íslendska kvotan er býtt í fýra partar. Skip, sum hava søgulig rættindi, fingu mest, 106.000 tons. Skip, sum virka fiskin umborð, fingu 36.000 tons, og onnur fingu 9.000 tons. Sambært tølunum hjá íslendsku fiskiveiðumyndugleikunum eru 335 tons av makreli fiskað við snøri ella dorg. Í gjár høvdu føroysk skip fiskað góð 35.000 tons av makreli. Føroyska kvotan er eisini umleið 150.000 tons. Faroe Farming roynir framvegis at selja flakavirkið í Vági, og kemur eitt gott boð, verður tað selt, sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti, við Dimmalætting. Bakkafrost eigur í virkisbygninginum í Vági, tí Bakkarost eigur í Faroe Farming. Regin Jacobsen sigur, at onkur fyrispurningur hevur verið, men eingin sølusáttmáli er komin burturúr. Í Vági vilja tey fegin hava virksemi í bygninginum, har flakavirkið var, men tað er ikki sannlíkt, at Faroe Farming fer at nýta bygningin, tí allur fiskurin hjá Faroe Farming verður kruvdur í øðrum hølum í Suðuroynni. Gamla flakavirkið er alt ov stórt til virksemið, sum Faroe Farming hevur, sigur Regin Jacobsen við Dimmalætting. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, verður við, tá politikarar og oddafólk í oljufeløgum úr 20 ymiskum londum koma saman til toppfund í Stavanger seinni í hesum mánaðinum, skrivar Oljuportalurin. Fundurin, sum hevur fingið heitið ONS Summit, fer at viðgera orkuspurningar í breiðum høpi. Millum teirra, sum vera við á fundinum, eru stjórin í Altjóða Orkustovninum, Maria van der Hoeven, svenski uttanríkisráðharrin, Carl Bildt, norski uttanríkisráðharrin, Jonas Gahr Støre, og stjórin í Statoil, Helge Lund. Á fundinum verða tríggjar frágreiðingar lagdar fram, millum annað um Arktis. Umframt løgmann verður stjórin í Statoil í Føroyum, Rúni M. Hansen, við á fundinum í Stavanger. Málingasirmið frá skipasmiðjuni Mest á Skála, mvg eftirstøðunrar hjá feløgum, sum løgmaður átti í, og reportasjur frá fyrireikingunum til Ova stevnuna og úr lundaparadísinum í Mykinesi eru evnini, sum verða viðgjørd í sendingini Fríggjakvøld í sjónvarpinum í kvøld. Grannarnir hjá skipasmiðjuni á Skála hava í fleiri ár gjørt vart við sína ónøgd við málingasirmið, sum stavar frá skipunum, ið verða sproytmálað uttanfyri. Sendingin spyr stjóran í Mest, hví hann ikki hevur innilokað dokkina. Fríggjakvøld eisini fingið fatur á MVG og skattaeftirstøðunum hjá øllum konkursraktu feløgunum, sum Kaj Leo Holm Johannesen varðaði av. Jan Lamhauge er farin til Nólsoyar, har tey fyrireika seg til Ovastevnu. Hann fregnast millum annað um, hvussu gongst við at savna pening til svimjihylin, og hvussu trygdin er á bryggjuni, tá túsundtals Ovastevnugestir gera inn og útrás í annaðkvøld. Evnið við kjakborðið er ætlanin hjá landsstýrismanninum í heilsumálum at seta eina fosturtøkunevnd, sum allar kvinnur, ið vilja hava fosturtøku, við lóg skulu ráðføra seg við. Kristianna Winther Poulsen, sum er ímóti uppskotinum, og Mia av Kák Joensen, ið vil hava nevndina, kjakast um evnið. Eftir at hava roynt í øðrum londum uttan úrslit hevur nú eydnast grønlendingum at fáa skip at fiska makrel fyri seg. Kinesarar fiska nú makrel í grønlendskum sjógvi. Tveir stórir trolarar, sum Thor leigaði at vera móttøkuskip hjá føroyskum makrelskipum, hava fingið 10.000 tons hvør av makreli við Eysturgrønland. Talan er um royndarfiskiskap. Kay Yu hevur longu verið í grønlendskum sjógvi í eina góða viku, og Kai Li er á veg hagar. Thor søkti annars fyrr í vikuni føroyska Fiskimálaráðið um móttøkuloyvi til Kai Li. Thor hevur fingið tilsøgn um móttøkuloyvi til Kai Yu. Sambært íslendska blaðnum Fiskifr eacute ttir hevur Royal Greenland gjørt sáttmála við kinesisku reiðaríini um fiskiskapin. Grønlendingar royndu fyrst at fáa føroyingar, íslendingar og danir at fiska grønlendska makrelin. Men skip í teimum londunum fingu ikki loyvi frá sínum myndugleikum. Til dømis gav íslendska fiskimálaráðið tveimum íslendskum trolarum greið boð um at gevast at fiska makrel fyri Grønland. Tilfeingisgjøld og brúksskylda verða ivaleyst vanlig orð í føroysku fiskivinnulóggávuni um nøkur ár. Í øllum førum skal arbeiðsbólkurin, sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum setti at endurskoða lógina um vinnuligan fiskiskap, gera uppskot um, hvussu gjøld kunnu skipast í lóggávuni og um brúksskyldu til fiskirættindi. Vinnunevndin hjá løgtinginum hevur kunngjørt arbeiðssetningin hjá bólkinum. Lógin um vinnuligan fiskiskap skal gerast greið og neyv, væl skipað og samanhangandi, og hon skal stuðla undir einfalda umsiting, stendur í arbeiðssetninginum. Arbeiðsbólkurin skal ganga alla loyvisskipanina ígjøgnum og gera uppskot um neyðugar broytingar við tí endamáli at tryggja, at greiður ræðisrættur er knýttur at veiðiloyvum, fiskidøgum og kvotum. Bólkurin skal eisini meta, um verandi bólkar í flotanum eru teir røttu. Umsitingarætlanin lógarfestast Umsitingarætlanin fyri tosk, hýsu og upsa, sum Havstovan og landsstýrið gjørdu í fjør heyst, skal festast í lógina um vinnuligan fiskiskap. Endamálið við umsitingarætlanini er at skipa fiskiskapin soleiðis, sum fiskifrøðin sigur, í 2015. Útlendskur eigarapartur í fiskiflotanum skal eisini endavendast. Fult gjøgnumskygni skal vera í eigaraviðurskiftunum. Arbeiðsbólkurin skal meta, um fígging frá útlendskum partaeigara skal teljast við sum eigara og avgerðarpartur, og ikki bara sum parta og ábyrgdarpeningur, sum í galdandi lóg. Tað kostar Vága Floghavn millum 60.000 og 80.000 krónur, so ferðafólk kunnu ferðast bíligari við Atlantsflogi í november. Men leiðslan á flogvøllinum væntar at fáa peningin innaftur við fleiri ferðafólkum, sum nýta tænasturnar á flogvøllinum. Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn, sigur, at flogvøllurin vil vera við til at menna nýggjar farleiðir millum Føroyar og útheimin. Í hesum sambandi hevur Atlantsflog fingið avsláttur í avgjaldinum, sum flogfelagið rindar flogvøllinum, til nýggju rutuna millum Vágar og Barcelona. Og Atlantsflog hevur eisini fingið avsláttur í avgjaldinum í sambandi við eitt ferðaseðlaátak frá síðst í oktober til fyrst í desember. Avsláttarskipanin kostar Vága Floghavn millum 60.000 og 80.000 krónur, men flogvøllurin væntar at fáa peningin innaftur við størri inntøkum frá tollfríari sølu, kafeteria og parkering. Roknað verður við, at eini 1000 1200 fleiri ferðafólk koma og fara um flogvøllin í november. Hetta verður gjørt, til tess at stimbra eftirspurningin eftir ferðaseðlum í tíðarskeiðum, tá minni ferðing vanliga er. Jákup Sverri Kass sigur, at onnur flogfeløg, sum ætla sær at flúgva til Føroya, fáa somu avsláttarsømdir sum Atlantsflog. Semja tykist vera í samgonguni um óskert fiskidagatal. Limirnir hjá samgonguni í Vinnunevndini taka undir við uppskotinum hjá landsstýrismanninum um óbroytt dagatal næsta fiskiár. Alfred Olsen, Bjarni Djurholm, Hanus Samró og Jógvan Skorheim siga, at tey flestu, sum vóru á fundi við Vinnunevndina, taka undir við, at fiskidagatalið verður tað sama í 2012 2013 sum í ár. At andstøðuflokkarnir ikki arbeiða saman um fiskivinnupolitikkin sæst eisini aftur í álitinum hjá Vinnunevndini. Páll á Reynatúgvu í Tjóðveldi og Poul Michelsen í Framsókn mæla til at skerja fiskidagarnar tíggju prosent, tó ikki hjá útróðrarbátunum í bólki fimm. Aksel V. Johannesen í Javnaðarflokkinum vísir á eitt nýtt uppskot hjá flokkinum um, at fiskifør kunnu býta onnur rættindi í føroyskum sjógvi ella aðrastaðni um við fiskidagar í eina tíð. Fiskidagarnir koma til aðru viðgerð í tinginum týsdagin. Løgmansskrivstovan lýsir nú aðalstjórastørvini í Vinnumálaráðnum og í Fíggjarmálaráðnum leys at søkja. Umsóknarfreistin er 3.september á middegi. Tey, sum fáa størvini, verða sett 1.desember. Fyrstu tvey árini í starvinum eru royndarár. Aðalstjórar fáa eina hampiliga løn. Mánaðarlønin er 57.600 krónur Atli S. Leo hevur verið virkandi aðalstjóri í Fíggjarmálaráðnum, síðani Petur Alberg Lamhauge gavst hálvan mars í fjør. Og í Vinnumálaráðnum er Gunnleyg Árnafjall virkandi aðalstjóri eftir at Arne Poulsen varð fluttur í annað starv fyrst í mars í ár. Tað eigur ikki at endurtaka seg, at ídnaðarskip og trolarar fiska makrel hjá línuskipum. Sambært lógini um vinnuligan fiskiskap ber til at lata onnur fiska makrelin, sum línuskipini fingu frá Fiskimálaráðnum. Tað sigur Fiskimálaráðið. Og tí má lógin broytast, sigur Tjóðveldi. Veiðuloyvi skal ikki kunna latast øðrum saman við skipinum. Verður fiskifar selt, fær landið, og ikki keyparin, veiðuloyvið og øll fiskirættindi hjá fiskifarinum. Tjóðveldi vísir eisini á vaksandi handilin yvirhøvur við veiðiloyvum og fiskirættindum. Úrslitið er, at brúksloyvi og fiskirættindi, sum landið upprunaliga gav reiðarum, gerast ein privat søluvøra. Tann, sum selur og fer úr vinnuni, fær stóran vinning. Men selda fiskiskipið hevur framvegis stóra skuld og vaksandi skuld, sigur Tjóðveldi. Útlendskur ognarrættur í føroysku alivinnuni varð avmarkaður í gjár. Í øllum førum skal lógarbroytingin, sum Johan Dahl, landsstýrismaður, kom í tingið við í gjár, koma í gildi 9.august. Johan Dahl sigur, at endamálið við lógarbroytingini er at avmarka eigaraskapin hjá útlendingum í alivinnuni. Síðani 2009 hava útlendingar kunna átt helvtina av føroysku alivinnuni. Hetta verður nú lækkað niður í 30 prosent. Og útlendingar skulu ikki kunna eiga meira enn tíggju prosent av atkvøðurættinum í alifeløgum. Tað verður gjørt fyri at forða fyri at avgerðir um føroyska alivinnu verða tiknar í øðrum londum, og at virksemi, sum hoyrir til alivinnuna, so sum marknaðarføring og virðisøking, fer av landinum. Uppskotið hjá Vinnumálaráðnum, sum kom í løgtingið í gjár, hevur ikki verið til hoyringar. Orsøkin er, at gjørdist uppskotið alment er hugsandi, at útlendsk alifeløg fóru at royna at fáa ræði á føroyskum alifyritøkum, áðrenn lógin fer at virka. Hesar seinastu tvær vikurnar eru tíggju línuskip seld, og tey flestu eru keypt aftur fyri sama prís. Keypararnir høvdu tó ongan áhuga fyri skipunum, men bara fyri makrelloyvinum hjá teimum. Fyri at fáa makrelin var tó neyðugt at keypa skipið eisini. Tey 21 línuskipini í Felagnum Línuskip hava eina felagskvotu, sum er 5.000 tons. Hvørt skipið kundi fiska tíggju prosent av felagskvotuni, til hon var uppi. Men reiðararnir í Línuskipum gjørdu eina avtalu um at býta tey 5.000 tonsini millum tíggju skip, 500 tons í part. Síðani keyptu partafeløgini Næraberg og JFK Trol í Klaksvík og smápartafelagið Framherji í Fuglafirði tey tíggju línuskipini, og fingu samstundis veiðuloyvi og fiskiloyvi hjá teimum. Onnur skip fiska Slættaberg, Næraberg og Høgaberg fiska so makrelin hjá línuskipunum. Tá makrelurin er fiskaður, verða línuskipini seld gomlu eigarunum aftur, tó uttan makrelloyvi, tí makrelurin er fiskaður. Línuskipini, sum eru við í hesum leiki, eru Stapin, Jákup B, Helena, Polarstjørnan, Kvikk, Váðasteinur, Kambur, Klakkur, Sandshavið og Vesturhavið. Tað, sum hesi tíggju skipini fáa fyri makrelin, verður býtt javnt millum øll 21 skipini, sum eru í felagnum Línuskip. Og inntøkan verður býtt millum manning og reiðara, manningin fær 43 prosent og reiðarin 57 prosent. Javnaðarflokkurin heldur, at skip, sum fiska undir Føroyum, skulu eisini fáa møguleika at fiska í fremmandum sjógvi. Javnaðarflokkurin fer skjóta upp fyri tinginum, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum skal fáa heimild at býta fiskidagar á landgrunninum um við onnur fiskirættindi á okkara leiðum ella í fremmandum sjógvi. til dømis kundi hugsast, at landsstýrismaðurin tryggjaði línuflotanum fiskirættindi í Barentshavinum, á Flemish Cape ella fleiri rættindi undir Íslandi í býti við fiskidagar undir Føroyum. Útróðrarflotin kundi fingið ikki umsetiligar kvotur av makreli í býti við fiskidagar, sigur Javnaðarflokkurin. Flokkurin heldur, at ein slík skipan lættir trýstir á botnfiskastovnarnar, og samstundis eigur at verða kravt, at Havstovan og Fiskidaganevndin í felag koma við tilmæli um, hvussu nógvir dagar skulu vera í fiskidagaskipanini, tá stovnarnir aftur hava fingið eina meiri nátúrliga stødd. Nógv bendir á, at ST aðalskrivarin, Ban Ki moon, leitar eftir einum norðurlendingi at vera friðarsemingsmaður í Sýria, siga ónevndar keldur við enska blaðið The Guardian, sambært tíðindastovuni hjá Berlingske. Nevndir verða tveir fyrrverandi finskir forsetar, Tarja Halonen og Martti Ahtisaari. Fyrrverandi ST aðalskrivarin, Kofi Annan, boðaði herfyri frá, at hann gevst við semingsroyndunum. Halonen gjørdist fyrsti kvinnuligi forseti i í Finnlandi í 2000, og hon var forseti í 12 ár. Ahtisaari var finskur forseti frá 1994 til 2000, og hann hevur í mong ár verið ST diplomatur. Ban Ki moon hevur samráðingar við Arabisku Samgonguna um at tilnevna ein nýggjan friðarsemingsmann. Men sambært fleiri keldum ivast mong í, um ST eigur at tilnevna nýggjan semingsmann fyri Kofi Annan, tí borgarakríggið í Sýria herðist hvønn dag, og útlitini fyri friði eru ring. Hildið verður, at borgarakríggið hevur kravt meiri en 20.000 mannalív, síðani uppreisturin byrjaði fyri hálvum øðrum ári síðani Vága Floghavn er farin at lata flogfeløgum, sum menna nýggir leiðir millum Vágar og umheimin, avslátt í avgjøldunum. Eitt nú fær Atlantsflog avsláttur í avgjøldunum á ferðaseðlum, sum verða seldir á rutuni millum Føroyar og Barcelona. Atlantsflog slapp eisini helvtina bíligari í avgjøldum til flogvøllin í sambandi við eitt átak um bíligari ferðaseðlar, frá síðst í oktober til fyrst í desember. Endamálið er at stimbra eftirspurningin eftir ferðaseðlum, tá fólk ikki vanliga ferðast. Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn, sigur, at lægri ferðaseðlaprísir økja áhugan hjá bæði føroyingum at fara út í heim og útlendingum at koma til Føroya. Higartil í ár eru ferðaseðlarnir millum Føroyar og útheimin lækkaðir, og tað hevur týdning fyri vøksturin í ferðafólkatalinum, sigur hann Ferðafólkatalið setur met Ongantíð hava so nógv ferðast um flogvøllin í Vágum síðani juli í ár. Flogvøllurin avgreiddi 33.169 fólk við flogfari og tyrlu, og tað eru 3.780, ella nærum 13 prosent, fleiri enn sama mánað í fjør. Higartil í ár eru 8.258 fleiri ferðafólk komin og farin um flogvøllin samanborið við somu tíð í fjør. Vøksturin er sløk sjey prosent. Føroyar hava tikið seg tvey pláss upp á styrkislistanum hjá FIFA, og eru nú nummar 153. Tað er hent, hóast føroyska A landsliðið ongan dyst hevur leikt síðani seinastu meting. Spania eigur framvegis besta fótbóltslandsliðið í heiminum. Merkisvert er, at Ongland nú er á triðja plássi. Tað er besta metingin hjá Onglandi nakrantíð, hóast enska landsliðið ikki stóð seg væl í EM endaspælinum í summar, og heldur ikki hevur verið í einari hálvfinalu síðani 1996. Føroyska fótbóltslandsliðið skal spæla fýra dystir í ár. Ein venjingardyst móti Íslandi og tríggjar HM undankappingardystir móti ávikavist Týsklandi, Svøríki og Írlandi. Tíðin er um at vera búgvin, at Grønland fær sítt egna uttanríkisráð. Tað sigur grønlendski landsstýrisformaðurin, Kuupik Kleist, í samrøðu við blaðið AG. Kuupik Kleist vísir á, at stórveldini hava fingið stóran áhuga fyri ráevnunum í grønlendsku undirgrundini, og tað setur krøv. Sum er hevur uttanríkisdeildin hjá Sjálvstýrinum bert níggju starvsfólk, og tað er ikki nóg mikið, nú avbjóðingarnar eru so stórar. Grønland hevur brúk fyri størri rásarúmi í uttanríkispolitkkinum, sigur Kuupik Kleist við AG. Grønlendski landsstýrisformaðurin sigur, at tað tykist, sum alt snýr seg um Danmark. Men fær ríkisfelagsskapurin tillutað størri øki við Norðpólin, eigur Grønland tey. Talan verður ikki um, at eitt danskt øki fer at liggja við Norðpólin, sigur hann. Kuupik Kleist veit ikki at siga, nær eitt uttanríkisráð verður stovnað í Grønlandi, men tíðin nærkast, sigur hann. AG gitir, at málið verður umrøtt á ríkisfundinum í Grønlandi í næstum, har Helle Thorning Schmidt, forsætisráðharri, eisini verður við. Felags lyftir og eitt betri samstarv millum flokkarnar í andstøðuni. Tað er greiða málið hjá Kristian Thulesen Dahl, sum verður nýggjur formaður í Danska Fólkaflokkinum eftir Piu Kjærsgaard, ið nú leggur frá sær forkvinna í flokkinum. Skal andstøðan vinna næsta val, er neyðugt, at flokkarnir standa saman, sigur Kristian Thulesen Dahl við Jyllands Posten. Hann hevur tí heitt á andstøðuleiðaran, Lars Løkke Rasmussen úr Vinstra, um at taka stig til at savna andstøðuna. Fleiri í andstøðuni taka undir við Kristian Thulesen Dahl. Politiska framsøgukvinnan hjá Vinstra, Ellen Trane Nørby, vísir ikki hugskotinum aftur, men hon sigur, at tað er leingi til næsta val. Fólkatingsval skal vera aftur í Danmark í seinasta lagi í 2015. Tingfundur er í dag. Løgtingið fer at viðgera tey trý tingmálini, sum higartil eru løgd fram í nýggju tingsetuni. Andstøðan eigur øll málini. Javnaðarflokkurin skjýtur upp at seta nevnd at koma við uppskotum um tiltøk, sum kunnu stegða afturgongdini í fólkatalinum, og flokkurin hevur eisini uppskot um barnaváttan. Tjóðveldi og Framsókn hava uppskot um óbrúktar fiskidagar, sum landsstýrið eigur at kunna lata ella selja teimum, ið hava ov fáar dagar. Landsstýrið eigur eisini at kunna lata óbrúktu dagarnar liggja fyri at stilla veiðitrýstið, siga Tjóðveldi og Framsókn. Tingfundurin í dag byrjar klokkan 11 fyrrapartin. Ein maður er skuldsettur fyri herverk, tí hann breyt inn í gamla politigarðin í Jónas Broncks gøtu í Havn um vikuskiftið. Maðurin breyt inn, tí hann vildi hava prutlið aftur, ið politiið hevði tikið frá honum. Politiið metti, at prutlið var ólógligt. Tað var mánadagin, at politiið varnaðist, at prutlið var horvið, og at lásið var brotið og sagað av á øðrum portrinum í gamla politigarðinum, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn. Politiið fekk beinan vegin illgruna til mannin, sum átti prutlið. Í gjár varð maðurin avhoyrdur, og hann hevur játtað seg sekan. Maðurin verður tó ikki skuldsettur fyri stuldur, tí tað ber ikki til at stjala ognir hjá sær sjálvum. Enn er ikki komin ein einasta króna inn á kontuna avreiðingargjald fyri makrel. Landsstýrið ætlar at fáa 78 milliónir krónur í ár frá skipunum, sum selja útlendskum móttøkuskipum føroyskan makrel. Men einki útlendskt móttøkuskip er at keypa makrel. Kai Yu, sum Thor leigaði, var á veg til Føroya, men broytti kós stutt frá oyggjunum og fór til Grønlands. Kai Yu hevur verið millum Grønland og Ísland síðani um mánaðaskiftið. Lafayette, sum Fjord Fishing and Finance Company hevur leigað aftur í ár, kemur á Skálafjørðin um eina viku, 16. ella 17.august. Tá Lafayette hevur fingið allar góðkenningar frá Fiskiveiðueftirlitinum, fer skipið út til skipini, sum fiska markrel. Nógvar umsóknir Fiskimálaráðið fekk annars nógvar umsóknir um loyvi til útlendsk móttøkuskip í ár. Tríggjar forhondstilsagnir eru latnar. Men í løtuni tykist Lafayette vera einasta skipið, sum kemur hendan vegin. Tá løgtingið samtykti at leggja tvær krónur í avreiðingargjaldi á hvørt kilo, sum fer til útlendsku móttøkuskipini, minkaði áhugin fyri tí partinum av makrelvinnuni rættiliga nógv. Fiskiskipini, sum selja útlendskum móttøkuskipum makrel, skulu svara landskassanum avreiðingargjaldið. Skipini fáa tí nógv verri prís samanumtikið enn tey, sum til dømis landa í Kollafirði ella á Tvøroyri. Tað hevur ljóðað, at vinnan fór at royna at fáa landsstýrismannin at biðja løgtingið strika avreiðingargjaldið ella lækka tað munandi. Men enn er sum skilst einki hent í so máta. Avreiðingargjaldið er í lógini um makrelfiskiskap í 2012. Landsstýrið ætlaði sær 128 milliónir fyri makrelin í ár. Enn eru yvir 100.000 tons eftir av kvotuni. Alt bendir á, at eldurin í gamla GÍ húsinum í farnu viku varð ásettur. Tað skrivar Dimmalætting. Enn er málið ikki liðugt kannað, og onkur skal avhoyrast afturat. Men greiðar ábendingar eru longu nú um, at eldurin er ásettur, sigur Bergleif Brimvík, kriminalovasti, við blaðið. Hann váttar, at løgreglan hevur illgruna til onkran persón í málinum. Men enn er kanningararbeiðið ikki liðugt, og tí fær løgreglan ikki sagt meiri í løtuni. Gamla GÍ húsið fekk rættiliga stóran skaða í eldinum, og ivasamt er, um tað kann gerast aftur, skrivar Dimmalæting. Røktarheimið í Vestmanna verður nakað seinkað, skrivar Vágaportalurin. Eftir ætlan skuldi røktarheimið í Vestmanna verða liðugt at flyta í 1. juni, men ymiskar seinkingar hava gjørt, at tað verður ikki fyrr enn hálvan september. Sambært borgarstjóranum í Vestmanna, Karl Olsen, verður eingin trupulleiki at fylla heimið, sum hevur pláss til 24 fólk. Áðrenn fyrstu búfólkini flyta inn, verður navnið á røktarheiminum kunngjørt, sigur borgarstjórin. Hann væntar, at kostnaðurin fer at liggja millum 40 45 milliónir krónur. Útbúgvingarnar á Vinnuháskúlanum skulu lyftast upp á bachelor stig. Tað ætlar nýggi stjórin á Vinnuháskúlanum, Vilhjálmur Gregoriussen. Hann sigur, at nýggj altjóða krøv gera tað neyðugt hjá Vinnuháskúlanum at menna útbúgvingarnar. Nýggi stjórin ætlar eisini, at tættari tilknýti skal verða millum vinnuna og Vinnuháskúlan. Vilhjálmur Gregoriussen, sum er 50 ára gamal, tekur við starvinum sum stjóri á Vinnuháskúlanum 1. september. Seinastu árini hevur hann verið stjóri á Skipaeftirlitinum. Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum. Tað skal nógvur peningur og gott tol til at fáa tosakaling at bera seg. Tað sigur stjórin í norsku alifyritøkuni Codfarmers, sum nú er einasta fyritøka, ið alir tosk í Noregi. Codfarmers, sum er skrásett á virðisbrævamarknaðinum í Oslo, hevur keypt seinasta kappingarneytan. Harald Sahl, stjóri í Codfarmers, sigur, at tað eru ikki bert góð vakstrarlíkindi í sjónum, sum skulu til, fyri at fáa toskaaling at bera seg. Hann veit um royndirnar at ala tosk á Føroya Banka, og Harald Dahl væntar, at fer at bera til at fáa toskaaling at bera seg í Føroyum. Alingin steðgað Royndirnar at ala tosk í Føroyum eru steðgaðar, men møguleikar eru at fara í gongd aftur. Fiskaaling, sum byrjaði alingina fyri nøkrum árum síðani, hevur ið hvussu er vónir um, at onkur alari fær áhuga fyri føroyska toskinum. Í Noregi hevur Codfarmers lagt dent á at ala fram nýgg ættarlið av toski, og tað hevur stóran týdning fyri alingina, sigur stjórin, Harald Dahl. Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum. Ríkisfundurin í Grønlandi seinni í hesum mánaðinum er gylt høvi at viðgera spurningin um at endurskoða ríkisfelagsskapin. Tað heldur Gunvør Balle úr Tjóðveldi, sum hevur sett løgmanni ein grein 52 spurning, sum skal svarast skrivliga. Gunvør Balle vísir á, at Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, í røðu síni á ólavsøku boðaði frá, at hann vil hava eina nýggja avtalu millum Føroyar og Danmark. Hon spyr løgmann, um hann ætlar at taka spurningin til viðgerðar á ríkisfundinum hesaferð, og um hann ætlar at arbeiða við at fáa eina breiða semju millum allar flokkar um, hvussu ein nýggj skipan milllum Føroyar og Danmark skal sígga út. Hetta er rætta løtan at leggja frá sær. Tað sigur Pia Kjærsgaard, sum á landsfundinum hjá Danska Fólkaflokkinum í september fer at leggja frá sær sum forkvinna. Hon vísir á Kristian Thulesen Dahl, fólkatingsmann, sum nýggjan formann í flokkinum. Pia Kjærgaard sigur við Berlingske, at mangan leggja floksleiðarar frá sær, tí teir verða tvingaðir til tað, ella tí at teir hava tapt eitt val. Eg havi hugsað, at eina slíka støðu skal eg ikki koma í, sigur Pia Kjærsgaard. 28 ár í politikki Hon hevur verið 28 ár í donskum politikki. Í 10 ár var hon politisk framsøgukvinna í Framburðsflokkinum, sum Mogens Glistrup stovnaði, og seinastu 17 árini hevur hon verið leiðari í Danska Fólkaflokkinum. Kristian Thulesen Dahl, sum Pia Kjærsgaard vil hava sum eftirmann sín, var eisini við til at stovna Danska Fólkaflokkin í 1995. Hóast Pia Kjærsgaard gevst sum floksleiðari, ætlar hon ikki at gevast í politikki. Hon stillar uppaftur til næsta fólkatingsval. Liggjandi høgætt og meiri kuldi kunnu verða orsøkin til, at gongd ikki rættiliga er komin á makrelfiskiskapin enn. Tað metir Jan Arge Jacobsen, fiskifrøðingur á Havstovuni. Hann sigur, at liggjandi høgætt darvar allan fiskiskap, og kanningar vísa eisini, at sjógvurin á landgrunninum er kaldari. Hann er kølnaður eitt stig ella so. Hetta kann vera atvoldin til, at makrelurin er seinni á veg, tí hann krevur lýggjari sjógv Minni enn helvtina so nógvur makrelur er fiskaður higartil í ár sum somu tíð í fjør. Sambært Jan Arge Jacobsen bendir einki tó á, at minni makrelur er til í ár, ella at ferðingarmynstrið er broytt. Summarfrí í danska Løgmálaráðnum ger, at hoyringarfreistin í kærumálinum um festið í Fámara aftur er longd, hesa ferð til 21.august. Fiskimálaráðið longdi í gjár freistina til 21.august. Orsøkin er summarfrí í danska Løgmálaráðnum. Løgmálaráðið er eisini vorðið partur av málinum, tí sakførarin hjá Johan Dalsgaard, Thorkild Høyer, hevur kært sjálva uppboðssøluna til Løgmálaráðið. Jens Andrias Vinther, advokatur, sum seldi festið í Fámara fyri Búnaðarstovuna, sigur í telduposti til Fiskimálaráðið, at Løgmálaráðið hevur í løtuni ikki tøkt fólk at greiða frá, hvussu parturin hjá Løgmálaráðnum av kæruni frá Thorkild Høyer skal viðgerast. Tí er ikki greitt, hvør partur skal viðgerast í Fiskimálaráðnum, og hvør partur skal viðgerast í Løgmálaráðnum. Thorkild Høyer hevur eisini biðið um, at Fiskimálaráðið ikki viðger kæruna frá Johan Dalsgaard, fyrr enn Løgmálaráðið er liðugt við sín part. Tað ger einki, um óbrúktir fiskidagar verða latnir teimum, sum hava brúk fyri fleiri døgum. Tað heldur Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni. Hann sær tískil ongan vanda í lógaruppskotinum hjá Tjóðveldi og Framsókn. Flokkarnir halda, at í hvørjum bólki eiga skip ella bátar, sum brúka allar sínar dagar, at sleppa fram at døgunum hjá teimum, sum ikki brúka teir, tá tríggir mánaðir eru eftir av fiskiárinum. Veiðutrýstið veksur, men bara í fyrstani, tí fiskidagaskipanin skal sum frá líður laga seg eftir tí, at fleiri dagar verða brúktir, heldur Eilif Gaard. Nógvir dagar til avlops Hvørt fiskiár leypa nógvir fiskidagar av. Tjóðveldi og Framsókn hava lagt fram lógaruppskot um, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum kann taka aftur óbrúktar fiskidagar og lata ella selja øðrum teir. Fiskimálaráðið kann eisini lata dagarnar liggja fyri at stilla veiðitrýstið. Másin, sum í mong ár flutti ferðafólk til Svínoyar og Fugloyar, er nú á veg í søguna. Tað skrivar Norðlýsið. Í løtuni verður Másin tikin sundur og um eina viku verður arbeiðið at høgga hann upp væntandi liðugt. Tað er Thorleif Hansen í Skálafirði, sum stendur fyri arbeiðinum. Másin fór sín seinasta túr fyri viku síðani, og leiðin gekk til Runavíkar. Thorleif Hansen væntar, at Másin verður burturbeindur um eina viku. Men alt fer kortini ikki í søguna. Havsbrún hevur biðið um at fáa motorin úr Másanum til eykalutir, ella til ein møguligan eykamotor, skrivar Norðlýsið. Atlantic Airways hevur sett Allan Skaalum í starv sum sølu og marknaðarleiðara. Allan Skaalum er 49 ára gamal og hevur drúgvar royndir í føroyskum vinnulívi og fyrisiting. Hann er útbúgvin cand.merc frá CBS í Keypmannahavn við sergrein í strategiskari marknaðarføring og leiðslu. Hann hevur starvast innan sølu og marknaðarføring í Bank Nordik Føroya Banka og á lýsingarstovuni ReproZ. Allan Skaalum hevur seinasta árið verið stjóri í Rúsdrekkasølu Landsins. Frammanundan var hann á Landssjúkrahúsinum, har hann virkaði sum stjóri frá 2006 til 2010. Allan Skaalum tekur við starvinum í Atlantic Airways 15. august. Republikanska forsetavalevnið, Mitt Romney, hevur nú meiri enn eina milliard krónur í okkara peningi til valstríðið upp undir forsetavalið í USA í heyst. Seinasta mánaðin hevur hann savnað meiri enn 100 milliónir dollarar, ella 600 milliónir krónur, til valstríðið. Barack Obama, forseti, hevur seinasta mánaðin bert savnað 75 milliónir dollarar, ella 450 milliónir krónur, til sítt valstríð. Romney og republikanararnir hava nú útvegað sær 1,1 milliard krónur til valstríðið. Veljarakanningar vísa, at Obama er eitt vet framman fyri kappingarneytan. Obama leggur í valstríðnum dent á at bøta livikorini hjá amerikanska fólkinum, serliga miðalstættini, meðan Romney roynir at fáa valstríðið at snúgva um amerikanska búskapin sum heild. Obama hevur sagt, at hann hevur alla tíðina hevur væntað, at Romney fór at hava meiri pening enn demokratarnir til forsetvalstríðið. Arbeiðsloysið millum ung í Evropa veksur støðugt. Í løtuni eru hálv níggjunda millión ES borgarar í aldrinum 15 29 ár arbeiðsleys, tað eru góð 17 prosent. Tað vísa tøl frá Eurostat, skriver danska blaðið Berlingske. So nógv hava ikki verið arbeiðsleys í teimum 27 ES londunum síðani ár 2000. Serfrøðingar meta, at støðan er sera álvarsom, tí skal Evropa skapa vøkstur í framtíðini, er neyðugt, at arbeiðsloysið minkar. Danmark er millum tey londini, har arbeiðsloysið millum ung er tað lægsta, góð 13 prosent. Nýggja uppsjóvarvirkið á Tvøroyri fer væntandi at skapa fitt av øðrum arbeiði í oynni. Stjórin á virkinum, Bogi Jacobsen, sigur við Sosialin, at nógv skip fara at landa til virkið, og nógv farmaskip koma eftir lidnari rávøru. Skipini skulu øll bunkra og fáa eisini brúk fyri smiðum og mekanikarum. Eisini fær virkið brúk fyri nógvum pakningi, plattum og øðrum til framleiðsluna, sum eftir ætlan verður umleið 1000 tons um samdøgrið. Sambært stjóranum á nýggja uppsjóvarvirkinum á Tvøroyri er tað ikki óhugsandi, at smærri virki eisini verða stovnað , sum fara at niðursjóða ella leggja fisk í gløs. Um 100 fólk eru beinleiðis knýtt at uppsjóvarvirkinum á Tvøroyri, skrivar Sosialurin. Løgtingið skal í Landsrættin mikudagin í næstu viku. Tá er júst eitt ár farið, síðani Føroya rættur frídømdi Løgtingið í einum sakarmáli, sum Kári á Rógvi, løgtingsmaður, byrjaði móti arbeiðsgevara sínum, løgtinginum. Kári á Rógvi stevndi løgtinginum eftir løn fyri tær fýra vikurnar, hann var í pápafarloyvi. Rætturin frídømdi løgtingið. Kári á Rógvi fekk einki lyfti um løn í farloyvistíðini, sigur rætturin. Og hann eigur heldur ikki at fáa løn fyri farloyvistíðina. Vísir til lógina um barsil Rætturin vísir til lógina um barsilsskipan. Sambært henni hava kvinnur serrættindi. Tær eiga einsamallar fyrstu 14 vikurnar eftir at barnið er føtt. Kári á Rógvi var í farloyvi úr løgtinginum, áðrenn fyrstu 14 vikurnar vóru farnar. Harafturat brúkar løgtingið reglurnar, sum eru galdandi á almenna arbeiðsmarknaðinum. Tær siga, at menn hava rætt til barsilsfarloyvi í ein mánað, men tað er uttan løn. Og tí segði Føroya rættur, at Kári á Rógvi átti ikki at fáa løn fyri tær fýra vikurnar, hann var í pápafarloyvi. Kári á Rógvi vil vita, um Landsrætturin heldur tað sama. Eystari Landsrættur, sum kemur til Føroya mánadagin, fer at viðgera málið um løgtingið sum arbeiðsgevara um eina góða viku. Í dag fer Vinnunevndin hjá løgtinginum undir at viðgera fiskidagarnar næsta fiskiár. Hóast fiskifrøðingar mæla til skerjingar, halda vinnan og landsstýrið, at stovnarnir tola sama dagatal sum í verandi fiskiári. Vinnunevndin hevur biðið manningarfeløg og reiðarafeløg koma á nevndarfundin í dag. Nevndin vil eisini vita, hvat Vinnuhúsið og Búskaparráðið halda um uppskotið hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, er biðin um at koma á fund við Vinnunevndina klokkan eitt í dag. Vinnunevndin og løgtingið hava ikki so góðar stundir at viðgera fiskidagarnar, tí teir skulu vera avgreiddir síðst í næstu viku. Tingfundur hósdagin Næsti tingfundur verður hósdagin. Tá fer tingið at viðgera hini trý tingmálini, sum eru komin higartil í nýggju tingsetuni. Andstøðan eigur øll málini. Javnaðarflokkurin hevur uppskot um at seta nevnd at koma við uppskotum um tiltøk, sum kunnu stegða afturgongdini í fólkatalinum, og flokkurin hevur uppskot um barnaváttan. Tjóðveldi og Framsókn hava uppskot um óbrúktar fiskidagar, sum landsstýrið eigur at kunna lata ella selja teimum, sum hava ov fáar dagar. Landsstýrið eigur eisini at kunna lata óbrúktu dagarnar liggja fyri at stilla veiðitrýstið, siga Tjóðveldi og Framsókn. Gongd er nú komin á makrelfiskiskapin. Út við 5.000 tons av makreli fara um føroyskan bryggjukant í hesum døgum. Tað veit Norðlýsið at siga. Tróndur í Gøtu landar eini 1400 tons á Tvøroyri, Norðborg landar 1200 tons í Norðhavnini, og Brestir og Vesturleiki eru á veg inn við 400 tonsum. Vágaportalurin veit at siga, at Finnur Fríði er á veg á Kollafjørð við 1650 tonsum. Okkurt bendir sostatt á, at gongd av álvara er við at koma á makrelfiskiskapin, sum annars hevur verið eitt sindur lakur higartil í ár. Bert góð 32.000 tons av makreli eru fiskað higartil í ár, vísa nýggjastu tølini hjá Fiskiveiðieftirlitinum. Tað er meiri enn helvtina minni enn sama tíðarskeið í fjør, tá góð 68.000 tons av makreli vóru fiskað. Samstarvið millum svimjaran, Pál Joensen, og venjara hansara, Jón Bjarnason, endar nú fyribils. Tað skrivar Dimmalætting. Teir báðir hava vant í fleiri ár til Olympisku leikirnar í ár, har Pál Joensen svam eina av sínum vánaligustu tíðum á 1500 metrum í farnu viku. Og Jón Bjarnason dylir ikki fyri, at ætlanin var ikki, at samstarvið teirra millum skuldi enda soleiðis. Hetta var ein øgiliga keðiligur endi, sigur Jón Bjarnason við Dimmalætting. Hóast tað ikki verður við sær sum venjara, so vónar Jón Bjarnason, at Pál Joensen verður at síggja á Olympisku leikunum í Rio de Janero um fýra ár. Pál Joensen fer nú til Danmarkar at lesa. Enn er ikki avgjørt, nær nevningatingið verður, sum skal gera av, um maðurin, sum verður ákærdur fyri at hava beint fyri Dánjali Peturi Hansen, er sekur ella ikki. Nevningatingið skuldi byrja mánadagin 3.september og vara í tvær vikur. Men so fekk løgreglan nýggjar upplýsingar, sum gjørdu, at í tveimum umførum varð leitað við servandum hundum eftir líkinum av Dánjali Peturi Hansen í Neshaga. Leitingin gav, sambært løgregluni, einki úrslit. Nýggju upplýsingarnar gjørdu, at nevningatingið varð útsett. Nýggjur dagur er tó ikki ásettur enn. Nú er nærum eingin sild uppi í makrelveiðini. Tað sigur John Michelsen, skipari á Tróndi í Gøtu, sum um vikuskiftið landaði til nýggja uppsjóvarvirkið á Tvøroyri, Varðin Pelagic. Hann sigur, at skipini fiska at kalla reint, sum tikið verður til, tí bert eitt ella tvey prosent av veiðini er sild. Onkran túr hava millum 20 og 30 prosent av veiðini verið sild. Støddin á makrelinum liggur um 400 gramm. Henda túrin landaði Tróndur í Gøtu millum 1300 og 1400 tons av makreli. Tað tók umleið trý samdøgur at landa lastina. Tá skipini fiskaðu makrel í norsku sjógvi, royndu tey við nót, tí hann gekk í stíorum torvum, men í føroyskum sjógvi stendur makrelurin meiri spjaddur, og tí verður roynt við troli. Meiri arbeiði og størri inntøka. Og einki arbeiðsloysi. Tað er tann stutta og einfalda frágreiðingin, nú kommunurnar í Suðuroynni fáa meira kommunuskatt. Til 1. august fingu allar sjey kommunurnar í Suðuroynni meiri kommunuskatt enn í fjør tilsamans komu 3,2 milliónir krónur meiri í kommunukassarnar í ár. Størsti vøksturin er í Fámjin, góð 15 prosent. Í Fámjin er einki stórt arbeiðspláss, men fólk arbeiða aðra staðni í oynni. Millum annað á nýggja uppsjóvarvirkinum á Tvøroyri. Skattaprosentið er tað sama, 19, og fíggjarætlanin fyri 2012 hevur somu skattinntøku sum í fjør, sigur borgarstjórin, Eyðdis Ellendersen. Men higartil eru komnar góðar 194.000 krónur, 15,3 prosent, meiri í kommunukassan. Eisini meiri í Hovi Hovs kommuna hevur eisini fingið meiri í kassan í ár, yvir 235.000 krónur. Peningurin skal m. nýtast til eina nýggja spillivatnsætlan, sigur Delmar Tausen, borgarstjóri. Skattaprosentið í Hovi er 20,5 prosent. Kommunurnar í Suðuroynni hava fingið 4,7 prosent meiri í kommunuskatti í ár. Allar 30 kommunurnar í Føroyum hava fingið slakar 25 milliónir meiri í skatti í ár, tað eru 3,10 prosent meira enn í fjør. Sýriski forsætisráðharrin, Riyad Hijab, er koyrdur frá, sigur almenna sýriska sjónvarpið. Hijab, sum var landbúnaðarmálaráðharri, tók við sum forsætisráðharri eftir tjóðartingsvalið fyri tveimum mánaðum síðani, sum skuldi rudda slóð fyri politiskum nýskipanum. Enn er ongin almenn fráboðan komin um, hví forsætisráðharrin er frákoyrdur, men ein ónevnd jordansk kelda hevur sagt fyri Reuters, at Riyad Hijb er flýddur til Jordan. Eisini sýriskar andstøðukeldur siga, at ráðharrin er lopin frá, og at hann er farin í part við andstøðuni. Tíðindastovurnar skriva, at Omar Ibrahim Ghalawanji er tilnevndur at standa á odda fyri eini fyribils starvsstjórn. Hijab er ikki tann fyrsti sýrialendingurin, sum er lopin frá. Sambært altjóða miðlum eru tríggir fregnartænastuuyvirmenn eisini flýddi til Jordan seinastu dagarnar. Norskir reiðarar skuldseta nú føroyingar fyri at skráseta sild sum makrel. Og soleiðis kunnu føroyingar fiska meira norðhavsild enn føroyska kvotan er. Norskir reiðarar eru farnir at varnast ta nógvu sildina, sum føroysku makrelskipini hava fingið. Og teir hava skrivað til norska Fiskimálaráðið um hetta. Í brævinum siga reiðararnir, at teir hava orsøk til at halda, at stórar nøgdir av sild, sum er hjáveiða, verður skrásett sum makrelur, so føroyingar kunnu fiska meira sild enn teir hava kvotu til. Misti fiskiloyvið Á heimasíðuni hjá Fiskeb aring tredernes forbund stendur, at herfyri misti eitt føroyskt skip fiskiloyvið, tí skipið hevði 50 prosent av sild sum hjáveiðu. Tað er í so nógv gjørt av, tí hjáveiðan hjá Slættabergi var 30 prosent. Fiskeb aring tredernes forbund heldur, at næstu ferð, strandarlondini fara at samráðast um makrel og sild, eiga hini londini at seta spurnartekin við veiðutølini hjá Føroyum og Íslandi. Trý byggifeløg eru biðin um at geva tilboð upp á brúnna um Sandá. Tórshavnar kommuna hevur biðið J amp K Petersen Contractors, Articon og TG Verk bjóða upp á arbeiðið, sum skal byrja hálvan januar næsta ár og vera liðugt síðst í mai í 2014. Verkætlanin umfatar brúgv, vegargerð og rundkoyringar báðu megin brúnna, har sum nýggja vegarsambandið um Sandá verður bundið í Velbastaðvegin havnarmegin og í Reynsgøtu argjamegin. Tað sigur Bogi Andreasen, sum er borgarstjóri í Havn í tvær vikur, meðan Heðin Mortensen er í summarfrí. Krevjandi verkætlan Hann sigur, at verkætlanin er stór og krevjandi. Tí avgjørdi býráðið at bjóða arbeiðið út í innbodnari heildararbeiðstøku. Tilboðsgevararnir kappast ikki bara um prís, men eisini um sniðgeving, tilfar, dygd, viðlíkahald og annað. Byggifeløgini hava freist til 12.oktober at koma við tilboði. Higartil eru 15 milliónir settar av til arbeiðið. Tá tilboðini eru komin, og prísurin er kendur, verður tað, sum skal játtast afturat fyri at gera arbeiðið, sett í fíggjarætlanirnar hjá Tórshavnar kommunu fyri 2013 og 2014, sigur Bogi Andreasen, borgarstjóri. Skip, sum fiska, eiga at kunna fáa fiskidagarnar hjá teimum, sum ikki fiska. Tjóðveldi og Framsókn hava lagt fram lógaruppskot um, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum kann taka aftur óbrúktar fiskidagar og lata ella selja øðrum teir. Dagarnir kunnu eisini verða brúktir til at minka veiðitrýstið. Hvørt fiskiár leypa nógvir fiskidagar av. Tjóðveldi og Framsókn vilja tí hava, at í hvørjum bólki eiga skip ella bátar, sum brúka allar sínar dagar, at sleppa fram at døgunum hjá teimum, sum ikki brúka teir, tá tríggir mánaðir eru eftir av fiskiárinum. Ein framskriving 1.juni skal staðfesta, hvussu nógvar fiskidagar, hvørt fiskifar hevur eftir, tá fiskiárið endar 31.august. Dagarnir kunnu seljast á uppboðssølu, og pengarnir fara í landskassan. Fiskimálaráðið kann eisini lata dagarnar liggja fyri at stilla veiðitrýstið. Festið í Fámará er endað í danska løgmálaráðnum. Thorkild Høyer, sakførari hjá Johan Dalsgaard í Fámara, hevur kært uppboðssølurnar, sum Jens Andrias Vinther, advokatur í Havn, hevði fyri Búnaðarstovuna. Thorkild Høyer sigur í kæruni til Løgmálaráðið, at uppboðini eru ikki framd eftir kunngerðini frá 1936 um uppboðssølur í Føroyum. Thorkild Høyer sigur eisini, at uppboðstreytirnar vórðu ikki kunngjørdar, áðrenn uppboðið byrjaði. Millum annað var ikki greitt, at bara tilboð í reiðum pengum kundu góðkennast. Harafturat fekk tann, sum hevði hægsta boð, møguleika at hækka sítt boð, tí hann fekk at vita, hvat hægsta boð var. Tað fekk Johan Dalsgaard ikki. Árni Brattaberg hægsta boð Árni Brattaberg í Vági hevur hægsta boð, og Búnaðarstovan mælir til at selja honum festið. Heldur ikki var greitt, sigur Thorkild Høyer í kæruni til Løgmálaráðið, um bara pengarnir, og ikki førleikarnir hjá teimum, sum bjóðaðu, vóru avgerandi. Fiskimálaráðið hevur eisini eina kæru frá Johan Dalsgaard um festið í Fámará. Kæran er til hoyringar hjá pørtunum í løtuni. Hoyringarfreistin er úti í morgin, 7.august. Stórar altjóða ítróttarstevnur verða vanliga brúktar av vinnulívinum at vísa fram hvat tey framleiða. Ali og fiskivinnan, serliga í Noregi, plagar at vera hjástødd tá OL og heimsmeistarakappingar eru. Men í London er onki at síggja av hvørki villum fiski ella alifiski úr øðrum londum. Bretar hava tryggja sær at teirra egni ídnaður sleppur fyrst framat. Hjá teimum stóru norsku alifyritøkunum Lerøy Seafood, Marine Harvest og Cermaq er svarið greitt tá vit spyrja. Ongin av teimum hevur nakað átak undir OL í London. Sama er svarið frá Norges Sjømatr aring d, ið er almenni stovnurin sum skal fáa norðmenn og útlendingar at eta meir fisk. Heldur ikki føroysku alararnir hava brúkt orku uppá at sleppa framat undir olympisku leikunum. Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, er púra greiður. Tey hava ikki hugsa um at vera til staðar í London. Fyritøkan er eisini farin at stuðla A landsliðnum í fótbólti, og hevur valt at brúka orkuna til tað. Atli Gregersen, stjóri í Luna, sigur at tey heldur ikki brúka orku uppá OL, tó so at laksur frá Luna verður bjóðaður fram undir onkrum tiltakið sum bretski innflytarin av Luna laksi stendur fyri. Sambært turkiska innanríkismálaráðharranum, Idris Naim Sahin, vóru kurdarnir limir í kurdiska arbeiðaraflokkinum, PKK, ið stjórnin í Ankara metir hava samband við yvirgangsbólkar. Kurdisku uppreistarfólkini berjast fyri frælsi og sjálvstýri í eystara parti av Turkalandi og hava í fleiri ár barst móti turkiska herinum. Uppreistarfólkini hava í fleiri mánaðir lopið á herin har eysturi í landinum. PKK byrjaði sítt stríð fyri frælsi í 1984. Mett verður, at eini 45.000 fólk eru deyð í bardøgum hesi árini. Tað var av tilvild, at komið var fram á kassan, sigur sviin Carl Johan Olofsson, ið fann kassan. Eg sá kassan stinga seg upp úr kavanum. Tá eg fekk gravað tað leyst sá eg, at talan var um svarta kassan úr flogfarinum, sigur hann við Aftonbladet. Kassin var funnin einar 100 metrar frá sjálvum vanlukkustaðnum. Myndugleikarnir í Noregi og í Svøríki vóna, at upptøkurnar kunnu avdúka samskifti millum flogskipararnar á norska flogfarinum ta seinastu tíðina undan vanlukkuni, og hvat tað var sum hendi. Fyrstu kanningarnar benda á, at flogskipararnir høvdu fingið skeivar upplýsingar frá flúgvileiðaranum í Kiruna. Øll tey fimm fólkini, sum vóru við í Hercuiles flogfarinum tann 15. mars lótu lív. Maðurin, sum er føroyingur, varð tikin í Klaksvík leygarnáttina og hevði hassj og onnur sterk narkotisk evni uppi á sær, sigur løgreglan á politigarðinum í Havn. Gundlógaravhoyring var fyri afturlatnum hurðum í Føroya rætti í gjár. Narkopolitiið í Havn hevur havt tætt samstarv við løgregluna í Klaksvík, nú Summarfestivalur hevur verið í Klaksvík um vikuskiftið. 45 ára gamli maðurin varð handtikin uttan fyri festivaløkið. Skrásett parlag ella hjúnalag millum samkynd verður ikki samtykt undir hesari samgonguni. Tað ger Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður og samgonguleiðari, greitt. Hóast eitt slíkt uppskot neyvan kemur frá samgonguni, gloppar løgmaður, sum eisini er formaður í Sambandsflokkinum, dyrnar fyri sínum partamonnum í spurninginum um tey etisku málini. Teir gera sjálvir av, hvussu teir atkvøða, sigur hann. Formenninir í hinum báðum samgonguflokkunum, Jørgen Niclasen úr Fólkaflokkinum og Kári P. Højgaard ur Sjálvstýrisflokkinum, hava sagt, at tað stendur til hvønn einstakan tinglim, hvussu hann atkvøður í hesum málinum. Tað stendur mest sum á jøvnum í Løgtinginum, tá talt verður upp, hvussu nógv taka undir við samkyndum hjúnaløgum. 16 tinglimir eru fyri, 15 eru ímóti, og tveir vilja ikki siga, hvørja støðu teir hava. Framsókn, sum er í andstøðu, hevur boðað frá, at flokkurin í hesari tingsetuni ætlar at leggja uppskot fyri Løgtingið, ið skal tryggjað samkyndum rættin at ganga saman í skrásett parlag. Í áravís gav framleiðslan av fiskabollum undirskot hjá Enghav í Haugesund. Nú eru tey givin at framleiða fiskabollar, og eru í staðin farin undir at framleiða sushi. Tað er norska blaðið Dagens Næringsliv sum skrivar hettar. Roknskapartølini hava í fleiri ár verið vánalig, men nú hevur leiðslan gjørt av at gevast við millum annað framleiðsluni av fiskabollum og frikadellum, ið annars hevur verið ein berandi partur av fyritøkuni gjøgnum nógv ár. Men nú vilja norðmenn ikki eta fiskabollar, nú er tað sushi sum er galdandi. 29 fólk gjørdust arbeiðsleys tá fyritøkan broytti framleiðslurnar, og roynir at finna kundarnar aftur við sushi og sokallaðum Sea fraiche framleiðslum. Fótbóltssamband Føroya hevur gjørt avtalu við Mogens Krogh fyri restina av hesum árinum. Hann verður harvið knýttur at føroyska landsliðnum til teir tríggjar dystirnar í HM undankappingini, sum verða í heyst. Mogens Krogh er 49 ára gamal. Hann avloysti í 1991 Peter Schmeichel av í Brøndby og leikti í alt 464 dystir á besta liðnum hjá Brøndby og 10 A landsdystir fyri Danmark. Fyrsti HM undankappingardysturin hjá føroyska landsliðnum í heyst er á útivølli móti Týsklandi tann 7. september. Tann 12. oktober spæla Føroyar á heimavølli móti Svøríki, og tann 16. oktober kemur Írland til Føroya at spæla á Tórsvølli. Tað eru sjónarváttar sum siga frá um hendingina fyri altjóða miðlum. Norska tíðindastovan NTB skrivar at ein talsmaður fyri herin í Jemen váttar talið á deyðum 42 eru váttað deyð, og minst 37 hava fingið skaða Herurin hevur fyri stuttum jakstra yvirgangsbólkurin Al Keita úr bygdini. Seint leygarkvøldið sprongdi eini sjálvmorðsbumbari seg í luftina í einum syrgifylgi. Samstundis skal eitt ómannað flogfar hava dripið fimm Al Keita limir í einum bili har eysturi í Jemen. Yvirgangsbólkin al Keita skal í nógv ár hava brúkt Jemen sum eina trygga havn, har teir hava kunna vant nýggjar yvirgangskroppar til at fremja yvirgang um allan heim. Nú er hart trýst á sthjórnina í Jemen fyri at fáa hana at steðga hesum virkseminum. Gølan byrjaði í oktober í 2011, tá Kapoor bleiv handtikin í Týsklandi. Við sær hevði hann fleiri lutir sum eftir øllum at døma eru stolnir í Tamil Nadu og Kerala. Sambært The Sydney Morning Herald, bleiv Kapoor fyri tveimum vikum síðani sendur til India, har hann situr fongslaður. Fyri viku síðani skrivaði New York Times, at amerikanskir tollmyndugleikar hava kannað fýra goymslur hjá Kapoor í á Manhattan í New York. List fyri einar 120 milliónir krónur eru nú í varveitslu hjá tollvaldinum. Amerikanskir myndugleikar heita nú á listasøvn um at kanna eftir hvørjar lutir tey hava keypr frá indiska handilsmanninum, og teir gera øllum greitt at teir vilja gera nógv fyri at finna tjóvagóðs. Tjóðarlistasavnið í Avstralia kann vera eitt av søvnunum sum hevur tjóvagóðs, sum er komið frá Kapoor. Hetta savnið keypti í 2008 eina bronsustandmynd, Shiva as Nataraja, frá Kapoor.Nú sigur leiðslan á savninum at tey royndu tað tey megnaðu at kanna um standmyndin var stolin ella ikki. Nú bíða tey eftir at fáa nærri boð um tey keyptu tjóvagóðs ella ikki. Millum tey søvnini sumkunnu hava keypt stolna list frá Kapoor eru Metropolitan Museum of Art i New York, Los Angeles County Museum of Art, Museum of Fine Arts i Boston, Musee des Arts Asiatiques Guimet i Paris og Royal Ontario Museum i Toronto. Tað er landsstýrismaðurin við mentamálum, Bjørn Kalsø, sum hevur biðið Fróðskaparsetrið um eina ætlan fyri, hvussu fleiri útbúgvingarpláss kunnu fáast til vega. Tað koma ikki fleiri útbúgvinar á setrinum uttan fleiri pengar. Tað staðfestir Sigurd í Jákupsstovu, rektarin á Fróskaparsetri Føroya. Tað boðar felagið frá í tíðindaskrivi. Hetta er heldur lakarið samborið við í fjør, tá yvirskotið var 9,9 milliónir krónur saman tíðarskeið. Úrslitið fyrra hálvár í ár var 1,4 milliónir krónur samanborið 7,8 milliónir krónur í fjør. Hægri kapitalkostnaður í sambandi við nýggja Airbus flogfarið, minni leiguflúgving í Evropa og hækkaður oljuprísur togaðu úrslitið niðureftir, sigur Atlantic Airways í tíðindaskrivi. Manningarnar á línuskipunum fáa sín part av tí, sum skipini nú selja makrelkvoturnar fyri. Manningarnar fáa eftir vanliga býtinum, 43 prosent. 21 skip eru í Felagnum Línuskip. Reiðararnir hava gjørt eina semju, sum ger, at allir fáa tað sama, hóast bara 10 skip selja kvoturnar, tí skipini hava 5.000 tons í felagskvotu og kunnu fiska 500 tons hvørt. Men allir pengarnir fyri makrelin fara á kontu hjá felagnum, í eina pulju, sum so verður býtt javnt millum reiðarar og manningar. Reiðararnir á øllum 21 skipunum fáa 57 prosent og manningarnar 43 prosent. Hálvdan Gudmundsen, formaður í Línuskipum, sigur, at línuskipini fáa í fyrsta umfari eina fyribils upphædd fyri makrelin, og tá liðugt er at fiska, verður gjørt endaliga upp. Tvey feløg keypa makrelin frá línuskipunum, Framherji í Fuglafirði og Næraberg í Klaksvík. Tað sigur fólkatingsumboðið hjá Sambandsflokkinum, Edmund Joensen, við Portalin. Edmund Joensen finst harðliga at orðunum hjá løgmanni í ólavsøkurøðuni um, at hann vil hava trý sjálvstøðug lond í ríkinum. Tað er alla æru vert, at Kaj Leo Johannesen umsíðir kemur út úr skápinum og viðurkennir, at hann er loysingarmaður og ikki sambandsmaður. Men hann má taka avleiðingarnar og fara frá sum formaður í Sambandsflokkinum, tí eingin munur er á hansara politikki og politikkinum hjá Fólkaflokkinum, sigur Edmund Joensen. Jarðfeingi hevur fingið umsókn frá SEV um loyvi at seta 13 myllur upp í Húshaga í Suðurstreymi. Onnur kunnu søkja um sama loyvi, sum er 11,7 MegaWatt, á sama staði ella øðrum hóskandi staði. Freistin er til hálvan oktober. Ein lógarbroyting, sum kom í summar, ger, at umsóknin verður kunngjørd, so onnur fáa høvi at søkja um sama loyvi. Lógin sigur, at loyvi bara kann verða givið aftaná, at alment hevur verið lýst, at umsókn um loyvi er komin, og at onnur áhugað kunnu søkja um sama loyvi við eini freist upp á í minsta lagi 60 dagar frá tí, at lýst varð. Í hesum førinum varð lýst tann 26.juli, so freistin er 82 dagar. SEV ætlar at seta upp 13 vindmyllur í Húshaga. Hvør mylla er 900 KiloWatt. Myllurnar eru týskar, av slagnum Enercon. Við eisini at seta upp eina stabiliserandi battarískipan, metir SEV, at vindmyllulundin í Húshaga kann gera 46 GigaWatt tímar av streymi um árið. Tað fer at spara olju fyri 40 milliónir krónur um árið við tí oljuprísi, sum er nú. Vindmyllulundin er mett at kosta 140 milliónir krónur. Tíðindaskriv 3. juli 2012 Verið við til at stuðla felagnum Verjið børnini á Summarfestivalinum. Felagið heldur til í hølum á Klaksvíksvegi 4, beint við síðuna av posthúsinum. Øll eru hjartaliga vælkomin inn á gólvið. Fólk kunnu stuðla felagið við at keypa blusu, ein kaffimunn, kakubita og smurt breyð. Peningurin fer óskerdur til ráðstevnuna í september. Felagið hevur fingið ógvuliga góðan stuðul frá bæði fyritøkum, ítróttarfeløgum og privatpersónum. Ólavsøkudag vórðu fleiri enn 1000 undirskriftir handaðar løgmanni. Men hildið verður á at savna undirskriftir, sum ætlanin er at handa løgmanni á ráðstevnuni. KÍ er fremst í deildini við 34 stigum, meðan EB Streymur liggur á øðrum plássi við 32 stigum. EB Streymur má klára seg uttan ein av størstu profilunum á liðnum. Hans Pauli Samuelsen er ikki við, og málslúkurin Arbjørn Hansen er enn ikki komin seg ordiliga yvir skaðan, hann hevur drigist við. Hjá heimaliðnum KÍ er John Hammer ikki við, tí hann er burturstaddur. Royndir og ungir Meðan KÍ hevur ein hin yngsta hópin í landinum, er hópurin hjá EB Streymi uttan iva hin royndasti. So tað verður eisini dystur millum unga áræðið hjá KÍ og royndirnar hjá Eb Streymi. Útvarpið sigur frá dystinum. Barnaváttanin er ikki við á listanum yvir lógaruppskot, sum løgmaður hevur boðað frá fara at koma fyri tingið í hesi tingsetuni. Men tað merkir ikki, at málið er slept, sigur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum. Eg taki undir við, at barnaváttanir verða kravdar, og fari at taka spurningin upp við umsitingina beint eftir summarfrítíðina, sigur hann. Annika Olsen ætlaði eisini Fyri tveimum árum síðani fór táverandi landsstýriskvinnan í innlendismálum, Annika Olsen, undir at fyrireika lógaruppskot um barnaváttan. Men tað lógaruppskotið kom ongantíð fyri tingið. Løgtingið fer í næstum at viðgera spurningin um barnaváttanir. Rigmor Dam, løgtingskvinna fyri javnaðarflokkin, fer at leggja eitt uppskot fyri tingið um at heita á landsstýrið um at seta í verk barnaváttanir. Ivast í ætlanum hjá landsstýrismanninum Rigmor Dam sigur seg ivast í, um landsstýrismaðurin ætlar at gera nakað við málið, tí tað ikki er við á listanum yvir lógaruppskot, ið skulu fyri tingið í hesi setuni. Tí hevur hon tikið stig til at fáa spurningin um barnaváttanir viðgjørdan í tinginum. Síðani 2005 hevur verið álagt donskum arbeiðsgevarum at krevja barnaváttan, tá teir seta fólk í starv, har tey hava beinleiðis samband við børn undir 15 ár. Barnaváttanin vísir, um starvsfólkið hevur dóm fyri at hava gjørt seg inn á børn, um tað hevur víst fyri sær ella hevur havt barnaporno um hendi. Tað skal loysa seg at arbeiða. Orðini eigur formaðurin í Fólkaflokkinum. Men eftir øllum at døma er hetta ikki galdandi fyri línuflotan, hvørs reiðarar og manning fáa hundraðtals túsund krónur fyri at liggja við bryggju, meðan onnur skip fiska teirra makrelkvotur. Fríggjakvøld hevur tosað við fiskivinnubúskaparfrøðing, sum heldur støðuna minna um studningsbúskapin frá 80 árunum. Vit spyrja eisini Jacob Vestergaard, um makrelgávan, sum verður seld víðari, er góður liberalur politikkur. Á Summarfestivalinum Reportarin Kaj Joensen er hesaferð farin til Klaksvíkar, har Summarfestivalurin er, at gera reportasju frá kampingøkinum, har meir enn 200 húsvognar standa. Myndamaðurin Jens Jákup Hansen hevur í morgun fylgt Jógvan á Dul, sum hvønn morgun tekur somu mynd av Havnini og leggur tað á Facebook. Løgmaður og sjálvstýri Mong sambandsfólk hvukku við, tá tey í løgmansrøðuni hoyrdu sambandsformannin tosa um dreymin um Føroyar sum sjálvstøðugt land í einum nýggjum ríkjafelagsskapi. Vit hava spurt restina av tingbólkinum, hvat tey halda um orðingina, og Kaj Leo Holm Johannesen sjálvan, hvat hann ítøkiliga meinti við. Nýggi kringvarpsstjórin Fríggjakvøld hevur fylgt Dia Midjord á fyrsta arbeiðsdegnum sum kringvarpsstjóri. Í hesum sambandi fer orðaskiftið at snúgva seg um, hvørjar raðfestingar skulu gerast í almenna Kringvarpinum. Við kjakborðið eru Niels Uni Dam, online leiðari á Sendistovuni, og Árni Gregersen, ábyrgdarblaðstjóri í Dimmalætting. Báðir hava funnist hvassliga at raðfestingunum hjá undanfarna kringvarpsstjóra. Tað gjørdist eitt vónbrot í innleiðandi OL kappingini í 1500 metrum. Pál Joensen legði væl út, og lá nummar tvey eina góðu løtu. Men síðan gjørdist hann nummar trý í longri tíð. Sun Yan vann kappingina við tíðini 14.43.25. Pál Joensen gjørdist nummar 6 við tíðini 15.18.42. Kringvarpið hevur fingið eina beinleiðis rás í Løgtingið umvegis heimasíðuna. Tað ber í sær, at tey, sum hava hug at síggja Tingvarpið hjá Løgtinginum, kunnu fara inn á heimasíðu kringvarpsins. Trýst á netvarp . Tá nýggjur gluggi kemur á skíggjan, trýst á tingvarp . So ert tú inni á Tingvarpinum. Fyrimunur Higartil hevur tað verið soleiðis, at tað bara hevur borið til at sæð Tingvarpið í sjónvarpinum, tá onki annað hevur verið sent sum til dømis OL . So skjótt, sum sjónvarpið hevur havt annað á skránni enn Tingvarpið, er slókt fyri tingarbeiðinum á sjónvarpsskíggjanum. Nú ber til at síggja Tingvarpið hóast Kringvarpið hevur annað á skránni í sjónvarpinum. Men treytin er, at farið verður inn á heimasíðuna hjá Kringvarpinum. Tað eru boðini til býráðslimirnar hjá Fólkaflokkinum frá nevndini í Havnar Framburðsfelag. Sambært útrokningum hjá Havnar Framburðsfelag rindar ein vanlig familja í Tórshavnar kommunu nú meira í kommunuskatti enn í landsskatti. Kommunan skattar í løtuni eina mánaðarløn uppá 25.000 krónur 20 prosent harðari enn landið ger. Tað heldur Havnar Framburðsfelag er órímiligt og krevur, at Tórshavnar kommuna lækkar skattin minst eitt prosent. Fólkaflokkurin situr í andstøðu í løtuni. Men ein av limunum í flokkinum, Bogi Andreasen, hevur stóran part av valskeiðnum sitið í samgongu umboðandi Tjóðveldi. Hann var varaborgarstjóri og er framvegis varaborgarstjóri. So ein av limum Fólkafloksins hevur verið við at tikið tær avgerðir, sum nú kosta skattaborgarunum eitt høgt skattaprosent, og sum Havnar Framburðsfelag og sostatt flokkurin hjá varaborgarstjóranum, er ónøgdur við. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, mælir til sama fiskidagatal sum í verandi fiskiári, hóast fiskifrøðingar mæla til skerjingar fyri at verja botnfiskin. Fiskidagarnir skulu vera ásettir í seinasta lagi 18.august. Norðurlandaráðið Tingið skal eisini atkvøða um fimm skrivligar fyrispurningar og velja fólk at umboða løgtingið í Norðurlandaráðnum. Sirið Stenberg í Tjóðveldi spyr Bjørn Kalsø, landsstýrismann í mentamálum, um serundirvísingina í fólkaskúlanum í næsta skúlaári. Tingkvinnan sigur, at játtan fylgir ikki altíð við tilboðum um serundirvísing. Tað er ymiskt, hvussu tilboðini til skúlabørn við serligum tørvi eru kring landið. Í onkrum økjum eru serskúlatilboð, í øðrum einki tilboð. Hetta ger eisini, at tyngdin í skúlunum verður ymisk. Tí er sera ørkymlandi, um skúlabørn ikki fáa teir tímar, sum skúlarnir í samstarvi við Sernám hava søkt um, sigur Sirið Stenberg. Tingfundurin í dag byrjar klokkan hálvgum tíggju. Í morgin, fríggjadagin, verður svimjikappingin á OL, sum føroyingar við spenningi hava sæð fram til. Tá svimur Pál Joensen innleiðandi kapppingina í 1500 metrar frí. Sjónvarpið vísir alla kappingina beinleiðis, og byrjað verður at senda klokkan 10.30. Tað eru fýra riðlar og Pál Joensen svimur í tí fjórða og seinasta. Kaj Joensen og Rókur í Jákupsstovu, svimjiserfrøðingur, og næstformaður í svimjisambandinum, fara at siga frá kappingini. Spanska løgreglan hevur handtikið tríggjar menn, sum eru undir illgruna fyri at ætla at fremja yvirgang. Menninir høvdu bæði eitur og spreingievni uppi ár sær, tá teir vóðu handtiknir og illgruni er um, at teir eru limir í yvirgangsfelagsskapinum al Qaeda. Tað skrivar tíðindatovan AFP. Menninir, tveir tjetjenar og ein turkur, vórðu handtiknir í Cadiz økinum í syðra parti av Spania, sigur útvarpsstøðin Cadena Ser, sum hevur sínar upplýsingar frá løgregluni í økinum. Kuupik Kleist, landsstýrisformaður, hevur boðið Helle Thorning Schmidt og Kaj Leo Holm Johannesen á ríkisfund tann 30.august. Forsætisráðharrin, landsstýrisformaðurin og løgmaður hittast á óformligum fundi eina ferð um árið at tosa um ymisk felags mál í danska ríkinum. Í fjør var fundurin í Føroyum, og næsta ár verður hann í Danmark. Løgmaður á OL í London Í dag er løgmaður farin til London at síggja Pál Joensen svimja í morgin. Løgmaður og kona hansara, Jórun Johannesen, eru eisini boðin til guðstænastu í donsku kirkjuni í London, St. Katharine s. Tey koma heim aftur mánadagin. Hetta svarar til eina minking á 3,7 prosent. Tað vísur ein nýggj uppgerð hjá TAKS. Føroysku kommunurnar hava hinvegin fingið 24 milliónir krónur meira inn í kommunukassan fyrstu sjey mánaðirnar í ár sammett við sama tíðarskeið í fjør. Uppgerðin hjá TAKS vísir eisini, at samlaða A inntøkan higartil í ár er 4,7 prosent hægri enn í fjør. Ein orsøk kann vera, at Føroya Fiskavirking fór av knóranum í desember 2010 hetta hevði við sær, at virksemið í fiskivinnuni á landi var minni fyrstu mánaðirnar í 2011. Sambært tølunum hjá ALS er arbeiðsloysið minkað eitt vet, og hetta kann eisini gera sítt til, at samlaða A inntøkan er hækkað. Ein nevnd við russiska forsætisráðharranum, Dmitry Medvedev, á odda, er í løtuni við at kanna viðurskiftini hjá útlendskum fyritøkum serliga útlendskum fyritøkum í russisku fiskivinnuni. Endamálið er at fáa feløgini at halda seg til landsins lógir. Lafayette Á einum fundi 30. juli tók nevndin felagið Pacific Andes sum dømi um eitt felag, har viðurskifti eru sera ivasom, og sum skulu kannast nærri. Pacific Andes er móðurfelag hjá væl kenda makrel móttøkuskipinum í Føroyum, Lafayette. Óskil Nevndin sigur, at neyðugt er at taka upp samband við slík útlendsk feløg í russisku fiskivinnuni, tí ov lítið skil er á. Serliga illa stendur til við teimum feløgum, sum arbeiða innan russisku fiskivinnuna heilt har eysturi í Russlandi. Tað sæst í einari fundarfrásøgn, sum sjálvur Dmitri Medvedev hevur undirskrivað. Ólógligt virksemi Í nøkur ár hava útlendsk feløg, millum annað Pacific Andes, roynt at fingið ræðið á fleiri russiskum feløgum innan fiskivinnuna, stendur í fundarfrásøgnini. Úrslitið av hesum ólógliga virksemi er, at milliardir oman á milliardir rublar eru kanaliseraðir út úr Russlandi, og tað hevur skatt russiska búskapin, sigur fyrrverandi forsetin, núverandi forsætisráðharrin, í fundarfrágreiðingini frá fundinum hin 30. juli. Sambært almennum innliti, vit hava fingið í móttøkuloyvið hjá Lafayette, sæst, at eigari á m s Lafayette er Premium Choice Group, Offshore Incorporation Centre, British Virgin Islands sum er felag undir Pacific Andes International Holdings Limited Tey vóru ikki sein í Fólkaflokkinum at lofta orðunum hjá løgmanni í ólavsøkurøðuni um, at Føroyar skulu verða eitt sjálvstøðugt land í einum nýggjum Ríkjafelagsskapi. Ein av tingmonnum Fólkafloksins, Bjarni Djurholm, setti seg alt fyri eitt at skriva ein fyrispurning til løgmann. AElig tlar løgmaður at taka upp samráðingar Bjarni Djurholm vil fegin vita um løgmaður ætlar at samráðast við danska forsætismálaráðharran um eina endurskoðaða avtalu millum Føroyar og Danmark. Løgmaður verður eisini spurdur, um hann sær týdningin í, at viðurskiftini millum og Føroyar og Danmark koma í slíka legu, har stjórnarrættarligar tulkingar ikki eru ein forðan, men heldur møguleiki fyri sjálvsavgerðarrættin hjá føroyingum. Heldur løgmaður, at áhaldandi ríkisrættarligu broytingarnar farnu hálvu øldina millum Føroyar og Danmark eru grundarlag undir at nýtulka viðurskiftini millum ríkispartarnar, spyr Bjarni Djurholm. Og fólkaflokstingmaðurin vil eisini hava at vita, hvønn týdning løgmaður sær í nýggjum og broyttum ríkisrættarligum viðurskiftum, tá talan er um føroyskan limaskap í millumtjóða felagsskapum. Eysturoyarportalurin veit at siga, at heili 180 húsvognar hava biðið um pláss á kampingøkinum við Sandin í miðbýnum í Klaksvík. Og hetta er met, siga tey á Norðoya Kunningarstovu, sum vænta, at enn fleiri húsvognar fara at biðja um pláss. Vit hava ikki upplivað slíkan áhuga fyri kampingplássinum fyrr, men enn eru fólk ikki liðug at melda til, so vit fara helst at nærkast 200 húsvognum á økinum í ár, sigur Meiken Steinberg, leiðari á Norðoya Kunnningarstovu. Nógvir av húsvognunum eru longu komnir uppá pláss, so á Sandinum í Klasvik er ein verulig kampingbygd við at taka skap, skrivar eysturoyarportalurin. Summarfestivalurin byrjar í kvøld og endar leygarkvøldið Amerikanski forsetin Barack Obama hevur í loyndum givið boð um at styrkja stuðulin til uppreistrardeildirnar, sum royna at fáa sýriska forsetan Bashar al Assad frá valdinum. Tað siga vælvitandi keldur sambært Ritzau. Tað er ógreitt, nær Obama skal hava givið hesi boðini, men eftir at trygdarráðið hjá ST ikki kundi semjast um at revsa Sýrisku stjórnina, hevur USA av sínum eintingum støðugt styrkt stuðulin til uppreistrarfólkið við at lata teimum vápn. Enn er ógreitt, hvussu nógv vápn talan er um, og talsfólk hjá amerikanska forsetanum nokta at gera viðmerkingar til málið. Johan Dalsgaard í Fámara kærdi í gjár Búnaðargrunnin til Løgtingsins umboðsmann, tí hann fær ikki innlit í skjøl, sum hann hevur biðið um at fáa innlit í og nú fer tíðin at renna undan. Johan Dalsgaard sigur, at hann skal brúka skjølini nú fyri tann 7.august, tí tá endar freistin at koma við viðmerkingum til Fiskimálaráðið, sum viðger eina kæru frá Johan Dalsgaard um festið í Fámara, sum skal seljast. Onki svar Johan Dalsgaard sigur í kæruni til Løgtingsins umboðsmann, at Búnaðargrunnurin hevur ikki givið honum endaligt svar, hóast hann fyri 15 døgum síðan bað um innlit í skjøl um festið í Fámara. Johan Dalsgaard sigur, at hann fýra ferðir hevur biðið um innlit. Sambært lógini um innlit í almennu fyrisitingina skulu umsóknir um innlit svarast í seinasta lagi tíggju dagar eftir at umsóknin er komin. Lógin sigur, at er ein áheitan um skjalainnlit ikki gingin á møti ella noktað innan tíggju dagar eftir, at myndugleikin fekk hana, skal myndugleikin boða umsøkjaranum frá, hví tað dregur út at geva eitt svar og kunna um, nær ein avgerð væntandi verður tikin. 18. juli Johan Dalsgaard sigur, at einasta svar, hann hevur fingið, fekk hann 18.juli. Tá svaraði stjórin á Búnaðargrunninum, Sjúrður Knudsen, at arbeitt verður við einum svari. Vit svara so skjótt, vit kunnu, svaraði stjórin í Búnaðargrunninum tann 18.juli. Johan Dalsgaard hevur biðið um innlit í øll skjøl, sum viðvíkja Fámarafestinum. Hann hevur eisini sett Búnaðargrunninum nakrar ítøkiligar spurningar um festið, serliga um fíggjarligu viðurskiftini, so sum hvussu nógv festið í Famará skyldar Búnaðargrunninum. Og fyri 1.apríl næsta ár skal landsstýrið leggja fyri løgtingið uppskot um langtíðar íløgur og politisk átøk. Javnaðarflokkurin vil hava løgtingið at biðja landsstýrið koma við tiltøkum, sum skulu steðga minkingini í fólkatalinum í Føroyum. Ein faklig nevnd skal gera uppskot um hesi tiltøk. Og tann nevndin skal um tveir mánaðir koma við einari fyribils frágreiðing, sigur Javnaðarflokkurin. Serliga ungfólk Javnaðarflokkurin sigur, at frá 2004 til 2011 var nettofráflytingin 1992 fólk, 1072 kvinnur og 920 menn. Og tað eru serliga tey ungu, sum rýma 91 prosent av teimum, sum fluttu av landinum, vóru ungfólk millum 20 og 24 ár. Tann 31.desember í fjør búðu 169 færri fólk í Føroyum enn 1.januar. Og fólkatalið heldur fram at minka í ár. Sjey feløg fáa slakar fýra milliónir krónur frá UEFA fyri at lata spælarar sleppa at spæla við landsliðinum í seinastu EM undankappingini, upplýsir Fótbóltssambandið. Feløgini fáa 31.100 krónur fyri hvønn spælara, sum stóð á dómaraseðlinum. HB fær mest, 876.000 krónur Á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandinum, FSF.fo, stendur, hvussu nógv, tey sjey feløgini fáa í part. UEFA sigur, at tað eru feløgini, ikki spælararnir, sum eiga pengarnar. Fótbóltsfeløg í teimum 53 londunum, sum eru í Evropeisku fótbóltssamgonguni, UEFA, fáa 300 milliónir krónur, sum eru javnt býttar millum londini. 16 løgtingslimir taka undir við, at samkynd fáa loyvi at giftast. 15 taka ikki undir við samkyndum hjúnarløgum. Tveir løgtingslimir vilja ikki siga, hvørja støðu teir hava til spurningin. Allir flokkar uttan Framsókn og Miðflokkurin siga seg vilja lata tað vera upp til hvønn einstakan av tinglimum teirra, hvussu teir vilja atkvøða, tá eitt uppskot um samkynt parlag kemur fyri Løgtingið í næstum. Framsókn hevur boðað frá, at flokkurin fer at leggja uppskot fyri Løgtingið í hesi tingsetuni um at seta eina lóg, sum loyvir samkyndum at ganga saman í skrásett parlag ella í hjúnarband, í gildi í Føroyum. Undan løgtingsvalinum í fjør spurdi LGBT felagsskapurin hjá teimum samkyndu øll valevni, hvørja støðu tey høvdu til spurningin um hjúnarlag millum samkynd. Ein listi við øllum teimum, ið svaraðu ja, varð síðani almannakunngjørdur. Kanningin hjá LGBT og eitt spurnarumfar hjá útvarpinum millum teir løgtingslimir, ið ikki longu hava sagt alment, hvørja støðu teir hava til spurningin, vísir, at Løgtingið er býtt í tveir nærum eins stórar bólkar, tá tað snýr seg um at geva samkyndum pørum somu borgarligu rættindi sum pørum við hvør sínum kyni. Fýra løgtingslimir úr samgonguni tveir úr sambandsflokkinum og tveir úr fólkaflokkinum taka undir við at geva samkyndum rætt at skrásetast sum pør. Tólv løgtingslimir úr andstøðuni taka undir við skrásettum hjúnarbandi. Umframt teir báðir tinglimirnar hjá Framsókn eru tað allir seks tinglimirnir hjá Tjóðveldi og fýra av seks tinglimum hjá Javnaðarflokkinum. Mánamorgunin klokkan hálvgum tíggju bað eitt farmaskip, sum var statt 180 fjórðingar í ein landnyrðing úr Føroyum, um hjálp, tí ein av manningini hevði fingið andaneyð. Av tí at svart var í mjørka og sýnið minni enn 100 metrar, noyddist tyrlan at venda við aftur fyri at bunkra í Vágum. Betri sýni Seinnapartin klokkan knappliga fýra boðaði skipið, sum sigldi móti Føroyum, frá betri sýni, og tyrlan fór útaftur. Hesa ferðeydnaðist. Eitt korter eftir, at tyrlan var hjá skipinum, var sjúklingurin komin umborð í tyrluna. Um sjey tíðina mánakvøldið setti tyrlan seg við Landssjúkrahúsið við sjúka manninum. Eftir manni á Høgabergi Seinnapartin ólavsøkuaftan var tyrlan eftir einum manni á Høgabergi, sum hevði fingið skaða og skuldi á sjúkrahús sum skjótast. Høgaberg fiskar makrel norðan fyri Føroyar. Orsøkin til sakarmálið er dokumentarfilmurin Ambassadøren , ið Mads Br uuml gger gjørdi um mutur í Liberia. Mads Br uuml gger, sum í løtuni starvst sum stjóri fyri útvarpsrásini Radio24syv fór til Liberia og keypti sær heitið sum liberiskur diplomatur. Hetta gav honum víðar ræsur og frítt at fara í landinum, so hann kundi fáa fatur á og útflyta gimsteinar. Krevja journalistin útflýggjaðan Nú vil Liberia hava Mads Br uuml gger útflýggjaðan, so hann kann koma fyri rættin í landinum. Nei, eg havi ongar ætlanir um at halda summarfrí í Liberia, skemtaði Mads Br uuml gger, tá tað gjørdist greitt, at Liberia hevur saksøkt hann. Beint nú bíði eg bara við spenningi eftir, hvat fer at henda. Liberia hevur ein konsul úti í Ørestaden í Keypmannahavn. Tað kann vera, at hann bjóðar mær til eitt glas av portvíni, legði Mads Br uuml gger speirekandi afturat. Amerikanska svimjistjørnan settið metið í gjár, tá hann vann sítt 18. og 19. OL heiðurmerki. Hann vann fyrst silvur í 200 metra firvalda svimjing, og síðan gull í liðsvimjingini í 200 metra frí. Vann átta heiðursmerki í 2004 Michael Phelps vann átta OL heiðursmerki í olympisku leikunum í 2004, aftur átta í 2008, og higartil hevur hann vunnið trý OL heiðursmerki í London. Tað var annars russiski fimleikarin, Larisa Latynina, ið átti gamla metið. Hon sópaði OL heiðurmerki til gamla Sovjetsamveldið í fimti og sekstiárunum. Verjumálaráðharrin í USA, Leon Panetta, er í løtuni á rundferð í Miðeystri. Fremstu ørindi hansara eru borgarakríggið í Sýrialandi. Og hann leggur ikki fingrarnar ímillum. Assad er greiður yvir støðuna Eg eri vísur í, at Assad væl veit, at hann hevur trupulleikar, og at tað bert er ein spurningur um tíð, til hann noyðist at leggja frá sær, segði Leon Panetta í einari samrøðu við CNN í gjár. Panetta var tá staddur í Tunis. Eg meti, at um hann ætlar verja seg sjálvan og familjuna, skal hann sjúgva sær út av landinum í stundini, sigur amerikansk verjumálaráðharrin. Løgreglan er enn einaferð farin at leita í Neshaganum, eftir at nýggir upplýsingar í málinum um Dánjal Petur Hansen Pidda komu fram í farnu viku. Leitingin byrjaði aftur fyrrapartin, og Bergleif Brimvík, kriminalovasti, váttar, at leitað verður eftir líkinum av Dánjal Peturi Hansen. Kann onki siga Enn kann kriminalovastin onki siga um løgreglan hevur funnið nakað. Leitað verður við fýra servandum hundum. Hundarnir eru servandir til at finna lutir, sum eru grivnir niður. Bergleif Brimvík væntar, at leitingin fer at halda fram alla vikuna. Enn einaferð hækkar spanska stjórnin eina røð av avgjøldum fyri at bøta um vánaliga búskapin í landinum. Hesa ferð hækka avjøldini á gistingum, barrum og matstovum við 25 prosentum. Onnur avgjøld hækka millum 18 og 21 prosent. Avleiðingar fyri Spania Høgu avgjøldini kunnu fáa stórar avleiðingar fyri Spania sum ferðavinnuland. Tað metir sølustjórin á stóru donsku freðaskrivstovuni Star Tour, Stig Elling. Spania er eitt tað best umtókta ferðamálið hjá dønum. Men gerast prísirnir ov høgir, kann Spania skjótt tapa kappingina um ferðafólkini til Turkland, sum hevur munin betri prísir at bjóða í løtuni, sigur Stig Elling. Eisini millum føroyingar er Spania vælumtókt sum ferðamál. Serliga Barcelona og økið har á leið er sera vælumtókt millum føroyingar. Tað vistu føroysku ferðaskrivstovurnar at siga í útvarpinum herfyri. Spanska ferðavinnan harmast príshækkingarnar, men sigur seg vera greiða yvir, at hetta er neyðugt sum liður í at fáa spanska búskapin á beint aftur. Heili 11 prosent av spanska búskapinum eru tengd at ferðavinnu og bara í juni mánað vitjaðu 6 milliónir ferðafólk landið. Ákoyringarnar úr útheimi hava verið nógvar og ógvusligar í sambandi við makrelkvoturnar hjá Føroyum og Íslandi. Serliga Noreg og ES hava valt eitt rættiliga hart orðalag í stríðnum. Bleytari orðalag Nú mælir ein framstandandi norskur fiskivinnupolitikari til at slaka í harða orðalagnum. Formaðurin í Kystpartiet fiskivinnuflokkur , Bengt Stabrun Johansen, vísir á, at tá ein fiskastovnur broytir ferðingarmynstur millum sjóøki, er tað vanligt, at havøkisrættindini broytast. Tá ið makrelurin til dømis heldur seg meira í íslendskum og føroyskum sjóøki, gevur hetta rættiliga gott grundarlag fyri at krevja størri kvotur, sigur formaðurin í Kystpartiet við FiskeribladetFiskaren. Vinna við lagaligheit Hann sigur við FiskeribladetFiskaren, at í makrelsamráðingunum kann Noreg vinna við at argumentera við søguligum rættindum. Men hann heldur, at fyri at styrkja tilhoyrið til ymsu sjóøkini sonetilhørighetsprinsippet, sum normenn rópa tað í altjóða fiskivinnu samráðingum sum heild, eigur Noreg at vera lagaligari mótvegis Íslandi og Føroyum, enn til dømis ES hevur verið. Føroyar og Ísland hava ásett sínar egnu kvotur fyri makrel, tí londini fingu onki burtur úr samráðingunum. Nakað tað sama gjørdi Noreg í sambandi við samráðingarnar um norðhavssildina, sigur hann. Keðiligt orðalag Tíverri endaðu føroysku og íslendsku eginkvoturnar við norskum revsitiltøkum. Hetta endaði tíverri eisini við einum keðiligum orðalagi millum londini, heldur formaðurin í Kystpartiet, Bengt Stabrun Johansen. Tað sigur John William Joensen, formaður í Norðoya Sambandsfelag. Hann vísir til grein 1 í stevnuskrá floksins, sum sigur, at Sambandsflokkurin hevur til aðalmál í ríkisfelagsskapi við Danmark at arbeiða fyri frílyntari og hollari menning av føroysku tjóðini, stjórnarliga, fíggjarliga og mentanarliga og vil á øllum økjum reka ein framtaksfúsan politikk á kristiligum mentanarstøði. Rakar seymin á høvdið John William Joensen heldur, at løgmaður rakar seymin á høvdið, tá hann á Ólavsøku sigur at ein og hvør skipan má lagast til nýggjar tíðir og at næsta stigið er at finna eina nýggja skipan, sum sameinir heldur enn spjaðir. Hetta eru orð fyri ein statsmann og einar sjálvstøðugar Føroyar í Rikisfelagskapi við Danmark og Grønland er eitt nátúrlig og trygg sambandsleið at ganga, sigur John William Joensen, formaður í Norðoya Sambandsfelag. Almannamálaráðið fer at koma við lógarbroytingunum í búskaparfrágreiðingini hjá landsstýrinum Á rættari kós , sum kom í vár. Tó ikki at hækka pensjónsaldurin, verður lagt afturat í løglistanum. Í vár varð nevnt, at pensjónsaldurin skuldi hækka upp í 68 ár næsta ár. Og landskassin skuldi spara 33 milliónir krónur Men øði kom í grindina, og samgongan vildi ikki rættiliga kennast við ætlanina um at hækka pensjónsaldurin næsta ár. Sparingar Almannamálaráðið skal, sambært játtanarkarminum fyri 2013, spara 52,3 milliónir krónur í rakstri næsta ár. Av teimum stava 33 milliónir frá tillaging í pensjónsskipanini. Almannamálaráðið fer millum annað at koma við uppskotum um at herða dagpeningaskipanin og leggja niður átta pláss á røktardeildini á Klaksvíkar ellis og røktarheimi, tá nýggja ellis og røktarheimið í Klaksvík letur upp. Sunda Kommuna er sostatt næstan komin á mál við sínum ætlanum, at reinsa vatn skal renna úr øllum kranum í kommununi. Nú restar bara Tjørnuvík í, til komið er á mál. Arbeitt verður við at fáa henda parting avgreiddan skjótast til ber, skrivar kommunan á heimasíðuni. Torstein Solem, leiðari hjá Pelagisk forening, sigur við Fiskeribladet Fiskaren, at føroyska pumpan er ein gleðilig nýskapan. Men samstundis er hon so effektiv, at hon er ræðandi, nú framvegis eingin semja er millum strandarlondini um makrelin, sigur Torstein Solem, sum samanber pumpuna við ein dustsúgvara. Torstein Solem útilokar ikki, at norðmenn eisini fara at royna pumpuna, men partroling er ikki so vanlig í Norra sum í Føroyum. Krevur trý skip Nýggja pumpan krevur trý skip. Tvey skip toga og triðja skipið pumpar fiskin umborð, so skjótt hann kemur í trolið. Fiskurin fer livandi í tangarnar, har hann verður køldur. Betri prísur fæst fyri fiskin, tí hann er betri enn fiskur, sum hevur ligið í trolinum í nakrar tímar, áðrenn hann kemur í tangarnar. Longu tá pumpan varð roynd fyrstu ferð, fekk KJ Hydraulikk í Fuglafirði, sum ger pumpuna, fyrispurningar úr øðrum londum. Tað hendir í hvussu er ikki so leingi, sum Sjálvstýrisflokkurin umsitur lógarmál. Tað hevur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í Innlendismálum og formaður í Sjálvstýrisflokkinum, boðað umsitingini í Innlendismálaráðnum og sínum starvsfeløgum í samgonguni frá. Danskt málsøki Lógin um skrásett parlag er annars danskt málsøki. Í Danmark er lógin um skrásett parlag og hjúnarband broytt, so samkynd eisini kunnu verða vígd í kirkjuni. Men tað verður ikki við stuðuli frá Sjálvstýrisflokkinum, at hetta fær virkna í Føroyum, sigur hann. Framsókn við uppskoti Framsókn hevur boðað frá, at flokkurin í hesari tingsetuni ætlar at leggja uppskot fyri løgtingið, ið tryggjar samkyndum møguleikan at ganga saman í skrásett parlag. Miðflokkurin er ímóti, meðan allir aðrar flokkar siga, at tað er upp til hvønn einstakan tinglim at taka støðu í slíkum máli. Eisini Sjálvstýrisflokkurin letur tað upp til sannføringina hjá tí einstaka í slíkum málum, sigur Kári P. Højgaard. Samstundis sum Thor hevur avgjørt at bíða við makrelfiskiskapinum til eina ferð í august, tí hjáveiðan av sild er ov stór, er stóra kinesiska móttøkuskipið Kai Yu, sum Thor hevur fingið forhondstilsøgn um loyvi til, farið til Grønlands. Skipið var á veg til Føroya úr Las Palmas. Kai Yu var í gjárkvøldið á veg norðureftir fram við Eysturgrønlandi. Lafayette á veg til Føroya Lafayette, sum Fjord Fishing and Finance Company aftur í ár hevur fingið til Føroya at keypa og virka makrel, er á veg til Føroya. Sambært felagnum á Glyvrum verður Lafayette á Skálafjørðinum um tíggju ellivu dagar. Vilhjálmur Gregoriussen er 50 ára gamal, og hann hevur Master útbúgving í leiðslu frá Aring rhus Universiteti frá 2011. Har shy afturat hevur hann HD útbúgving í organisatión, er bachelor í datalogi, og hann hevur skipsførara og stýrimansprógv og ymisk leiðsluskeið. Umframt royndir á sjónum hevur Vilhjálmur Gregoriussen fjølbroyttar leiðslu og fyri shy sit shy ingarligar royndir innan ymisk fyri starvið sera viðkomandi arbeiðsøki. Stjóri á Skipaeftirlitinum Vilhjálmur Gregoriussen hevur síðani 2008 verið stjóri á Skipaeftirlitinum Sjóvinnustýrinum, verið økis shy stjóri á TAKS, undirvísingarleiðari í Søfartsstyrelsen, og hann hevur 10 ára royndir sum undirvísingarleiðari í Mentamálaráðnum fyri mari shy timu skúlarnar. Vilhjálmur Gregoriussen avloysir Hans Johannes á Brúgv, sum hevur verið í einum ára shy málssettum stjórastarvi seinastu 8 árini. Løgmaður gjørdi í ólavsøkurøðuni greitt, at landsstýrið vil fremja Eysturoyartunnilin. AElig tlanin er at bjóða út einkarættin at gera og reka tunnilin, segði hann. Tilsamans 12 miljónir eru settar av til Skálafjarðartunnilin í 2013 og 2014. Landsstýrismaðurin í innlendismálum ætlar at biðja løgtingið flyta part av játtanini fyri 2013 fram til í ár, so arbeiðið at fyrireika tunnilin kann byrja beinanvegin. Til fyrireikingartilfar Tær 12 miljónirnar, ið standa á langtíðarætlanini, eru ætlaðar at útvega alt tað tilfarið, ið skal vera klárt, áðrenn tunnilin kann bjóðast út. Samgongan er samd um, at tunnilin skal gerast av privatum. Privata felagið, ið tók stig til tunnilsætlanina, megnaði ikki at útvega fígging og noyddist tí at sleppa ætlanini. Síðani hevur verið arbeitt við eini ætlan um at lata eitt alment partafelag gera fyrst Skálafjarðartunnilin og síðani Sandoyartunnilin. Men hesari ætlan er ikki undirtøka fyri í samgonguni, sum í staðin vil hava, at eitt privat felag byggir og rekur Skálafjarðartunnilin. Drúgt fyrireikingararbeiði Felagið, ið upprunaliga ætlaði at gera tunnilin, hevur gjørt eitt umfatandi fyrireikingararbeiði, ið millum annað fevnir um royndarboringar og ferðsluteljingar. Landsstýrismaðurin í innlendismálum fer at kanna, um tað ber til at keypa tilfarið frá felagnum fyri rímiligan kostnað. Um tað ikki ber til, má arbeiðið gerast av nýggjum. Skálafjarðartunnilin er einasta verkætlan, ið vit vita um, ið kann geva yvirskot. Tí vilja vit royna at fáa hann í gongd sum skjótast, sigur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum. Hann ivast ikki í, at privatur áhugi er fyri at gera tunnilin. Allar kanningar hava víst, at hann hvílir væl og virðiliga í sær sjálvum. Hevði heimskreppan ikki spent bein fyri fíggingini, hevði arbeiðið langt síðani verið byrjað, sigur Kári P. Højgaard. Ein milliard krónur Skálafjarðartunnilin er mettur at kosta eina miljard krónur. Landsstýrismaðurin væntar, at tað verður lættari hjá einum privatum felag at útvega neyðugu fíggingina, tá tað almenna er við í fyrireikingini. Tær 12 miljónirnar, ið eru settar av til tunnilin, skulu koma aftur í landskassan, tá Skálafjarðartunnilin er vorðin veruleiki. Nógv hevur verið at gjørt hjá løgregluni í Havn á ólavsøku. Hon hevur havt úr at gera í nátt at taka full fólk upp, sum eru dottin ella hava ligið avdottin ymsastaðni. Í flestu førum eru fólk koyrd heim til hús, men onkur hevur eisini gist á Politistøðini. Fleiri eru komin til skaða, hava sligið høvdið ella brotið bein, men eingin álvarsligur tilburður hevur verið. Fleiri smábardagar hava verið í býnum, men einki harðskapsmál er fráboðað, sigur vakthavandi á Politistøðini. Higartil í ár hevur Saga Fisk í Svolvær í Noregi útflutt 10 20 prosent fleiri turkaði toskarhøvd til Nigeria enn alt seinasta ár. Tað sigur Erling Santi Falch við FiskeribladetFiskaren. Og hjá Lofoten Viking váttar Arne Mathisen gongdina. Góð proteinkelda Arne Mathisen sigur, at toskarhøvd eru ein góð proteinkelda, og í tíðum við búskaparligum ótryggleika sær út til, at bíligur matur kemur í fremstu røð. Seiður og hýsa Størsti parturin av norska útflutninginum til Nigeria er kortini vanligur turrur fiskur. Og hóast nógvur turrur fiskur í løtuni liggur á goymslu í Noregi, so bera tey ongan ótta fyri, at goymslurnar ikki verða tømdar. Ove Johansen, marknaðaranalytikari í Ráðnum fyri Sjógæti sigur við FiskeribladetFiskaren, at hagtølini vísa, at til og við juni í ár eru útflutt 1.712 tons av turkaðum toskarhøvdum til Nigeria sammett við 902 tons alt árið í fjør. Og kostnaðurin liggur oman fyri 20 føroyskar krónur. Í ólavsøkurøðuni boðaði løgmaður Kaj Leo Johannesen frá, at barnahús skulu skipast, og hann segði eisini, at landsstýrið er farið undir at smíða eitt lógaruppskot um at skipa eitt óheft barnaumboð, ið skal tryggja rættindi hjá børnum. Felagið Verji børnini Eitt barnahús er eitt av krøvunum hjá nýstovnaða felagnum Verjið børnini, ið eftir tingfundin í gjár handaði løgmanni 1000 undirskriftir við kravi um ymiskar lógarbroytingar, ið skulu verja børn ímóti kynsligum ágangi. Felagið vil millum annað eisini hava, at tað skal vera eitt krav, at øll, sum arbeiða við børnum, skulu sýna fram eina barnaváttan, og at dómurin fyri kynsligan ágang verður herdur. Landsstýrið er farið undir eina heilsunýskipan, ið skal tryggja eitt munadygt heilsuverk í framtíðini, segði løgmaður. Vit skulu fara frá hugsanini um trý sjúkrahús og kommunulæknaskipan til hugsanina um eitt samanhangandi heilsuverk. Endamálið er at tryggja dygdargóðar heilsutænastur fyri øll, segði Kaj Leo Johannesen í løgmansrøðuni. AElig tlanin er, at kommunulæknar og aðrir fakbólkar skulu verða knýttir at heilsuhúsunum. Upplýsing og fyribyrging skal, eins og viðgerð, verða ein berandi partur av heilsutænastuni, og sjúklingurin skal takast meira við í viðgerðina, segði løgmaður. Tað er vísundaliga staðfest, at ultraviolett ljós økir um vandan fyri at fáa krabbamein í húðini. Krabbameinsætlanin, ið varð gjørd í 2009, mælir til, at tað verður bannað ungum undir 18 ár at nýta solarium. Fylgir krabbameinsætlanini Landsstýrið ætlar nú at fylgja tilmælinum í krabbameinsætlanini og fer í næstum at leggja eitt lógaruppskot fyri løgtingið, ið bannar solarium til fólk yngri enn 18 ár. Lógin fer at seta krøv til tey, sum selja solarium, og at áseta revsing í sambandi við brot á lógina. Thor boðaði frá í tíðindaskrivi fríggjadagin, at felagið hevur avgjørt at útseta makrelfiskiskapin í Føroyum fyribils. Thor vísir til tøl hjá Fiskiveiðueftirlitinum, sum siga, at hjáveiðan av sild er millum 13 til 68 prosent. Og skipini, sum ikki hava sildarkvotu, hava bara fiskað trý prosent av makrelkvotuni higartil. Thor vónar og væntar, at hjáveiðuprosentið fer at minka sum tað líður út í august. Men tá styttist vertíðin eisini, og tað kemur illa við hjá makrelskipunum, sigur Thor, sum hevur fingið nøkur makrelloyvi og loyvi til tvey útlendsk móttøkuskip. Annað skipið, Kai Yu úr Kina, er á veg til Føroya. Landsstýrið leggur í løtuni seinastu hond á ein nýggjan bústaðarpolitikk, ið skal tryggja, at øll fáa møguleika at útvega sær hóskandi bústað fyri ein rímiligan kostnað. Tað segði Kaj Leo Johannesen løgmaður í ólavsøkurøðuni. Endamálið við nýggja bústaðarpolitikkinum er, at alternativir bústaðir verða bygdir kring landið, og at bústaðarfíggingin verður lagaligari. Ein týðandi partur av ætlanini, ið skal bøta um bústaðarstøðuna, er at geva Húsalánsgrunninum víðkaðar heimildir. Landsstýrið vil virka fyri kappingarførum rentum á bústaðarlánum, eitt nú við realkredittlánum. Um neyðugt skal Húsalánsgrunnurin taka upp kappingina við at bjóða realkredittfígging, segði Kaj Leo Johannesen. Løgmaður ásannaði í ólavsøkurøðuni, at heimastýrisskipanin og nýskapin í 2005 ikki eru nøktandi. Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, fegnast um, at ein sambandsløgmaður nú sigur seg vilja hava Føroyar at vera eitt sjálvstøðugt land, men leggur kortini ikki nógv í orðini hjá Kaj Leo Johannesen. Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, heldur lítið samsvar vera millum orðini hjá løgmanni um sjálvstøðugar Føroyar og gerðir hansara. Løgmaður boðaði í røðu síni frá, at fleiri málsøkir skulu yvirtakast í næstum. Lurta eftir hvat løgmaður segði, og hvørjar viðmerkingar tinglimir høvdu til løgmannsrøðuna trýst her Kaj Leo Johannesen segði at ætlanir eru um at skipa sokallað barnahús, har hjálpin til børn, ið hava verið fyri misnýtslu, verður savnað. Landsstýrið er farið undir at smíða eitt lógaruppskot um at skipa eitt óheft barnaumboð, ið skal trygg rættindi hjá børnum, segði løgmaður í røðuni. Nú skal Slættaberg fiska uppá makrelloyvi hjá Sundabergi, sum ikki longur er til í flotanum. Reiðarin, Hanus Hansen, hevur selt Slættaberg frá partafelagnum Næraberg til eitt annað partafelag í sama samtaki, JFK Trol. Tískil er Slættaberg á makrelveiðu nú, knappar tvær vikur eftir at hann misti veiðiloyvið í fýra vikur. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum Jacob Vestergaard, ásannar, at hetta kann tykast løgið, men vísir á, at hetta er í tráð við lógina um vinnuligan fiskiskap, sum loyvir at flyta skip yvir á onnur loyvi. Tí er tað eisini ein spurningur, um ikki hesin parturin av lógini eigur at endurskoðast, sigur Jacob Vestergaard. Slættaberg misti fyri tveimum síðani fiskiloyvið í fýra vikur fyri at hava meira enn 25 prosent av sild sum hjáveiðu, tá hann fiskaði makrel. Reiðaríið heldur revsingina vera alt ov harða og hevur tí avgjørt at royna avgerðina hjá Fiskiveiðieftirlitinum í rættinum. Ákæruvaldið krevur, at rætturin staðfestir avgerðina hjá Fiskiveiðueftirlitinum. Sakførarin hjá Slættaberg, krevur, at skipið ikki missir fiskiloyvið yvirhøvur ella, í øðrum lagi, at skipið missir fiskiloyvið í styttri tíð enn fýra vikur. Føroya rættur hevur viðgjørt málið og í seinasta lagi á middegi týsdagin 31.juli kemur avgerðin hjá rættinum. Men Slættaberg nýttist also ikki at bíða til týsdagin. Stjórin í JfK samtakinum, Hanus Hansen sigur við Norðlýsið, at JFK Trol hevur keypt Slættaberg frá partafelagnum Nærabergi og tí fer Slættaberg nú at fiska upp á kvotuna hjá Sundabergi. Slættaberg fór aftur til makerlfiskiskap fríggjakvøldið. Klaksvíkingur legði hart út, og tað gjørdist skjótt greitt at hinir bátarnir kundu kappast um annað og triðjaplássið. Klaksvíkingur legði seg tíðliga á odda, og var fimm sekund frammanfyri nummar tvey tá bátarnir fóru um málið. Úrslitið gjørdist 1 Klaksvíkingur 04 15.07 2 Suðuroyingur 04 20.07 3 Vestmenningur 04 21.20 4 Nólsoyingurin 04 28.06 Endaliga støðan 1 Klaksvíkingur 48 FM 2 Suðuroyingur 40 3 Vestmenningur 38 4 Havnarbáturin 12 5 Nólsoyingurin 12 6 Vestmannabáturin 3 Eisini hava trupulleikar verið við upptøkuni av róðrunum og hevur hetta við sær at róðrarnir koma út nakað seinni enn vanligt, men vónandi innan fáa tímar. Fleiri vildu vinna Ólavsøkuróðurin hjá áttamannaførunum, men miðvingar vildu ikki lata nakran sleppa framum á ársins seinasta róðri. Úrslitið av kappróðrinum á Ólavsøku gjørdist 1 Miðvingur 04 30.15 2 Nevið Reyða 04 33.00 3 Argjabáturin 04 34.05 4 Kvívíkingur 04 34.13 5 Gullbrandur 04 40.12 Endaliga støðan 1 Miðvingur 49 FM 2 Argjabáturin 40 3 Gullbrandur 33 4 Kvívíkingur 9 5 Nevið Reyða 6 6 Heiðabáturin 4 Erla Kongsdóttir vann ein ruddiligan sigur í dag, og vóru níggju sekundir frammanfyri Hvassa á øðrum plássi. Úrslitið av róðrinum gjørdist 1 Erla Kongsdóttir 05 18.20 2 Hvassi 05 27.19 3 Sílið 05 29.12 4 Blikur 05 33.18 5 Fípan Fagra 05 33.21 6 Tjaldrið 05 34.15 7 Ørnin 05 36.10 8 Pílur 05 50.21 9 Royndin Fríða 06 00.19 Endaliga støðan 1 Erla Kongsdóttir 47 FM 2 Hvassi 43 3 Blikur 30 4 Sílið 25 5 Tjaldrið 20 6 Fípan Fagra 19 7 Ørnin 7 8 Royndin Fríða 5 9 Pílur 0 6 mannaðfarið við kvinnum á Páll Fanga gjørdust føroyameistarar, men á ólavsøku kláraðu tær ikki at vinna, sum tær hava gjørt til allar hinar róðrarnar í ár. Herningur hjá Kbørrafelagnum í Havn vann í dag. 1 Herningur 04 52.15 2 Páll Fangi 04 56.15 3 Hvessingur 04 59.11 4 Rádni 05 00.15 Endaliga støðan 1 Páll Fangi 48 FM 2 Hvessingur 38 3 Rádni 35 4 Herningur 13 5 Riddarin 4 Havfrúgvin hevði eina eitt sindur tunga byrjan í dag, men tá tær fingu fer á, so var einki at gera hjá kappingarbátunum. Úrslitið gjørdist 1 Havfrúgvin 05 26.09 2 Blikur 05 30.03 3 Firvaldur 05 31.11 4 Strípan 05 31.19 5 Falkur 05 53.02 Endaliga støðan 1 Havfrúgvin 49 FM 2 Blikur 42 3 Firvaldur 35 4 Strípan 24 5 Falkur 15 6 Sílið 2 Drekin og Jallurin hava verið í tættari kapping um meistaraheitið. Undan Ólavsøkukappróðrinum var støðan tann einfalda, at tann av hesum báðum sum kom fyrst á mál, eisini gjørdist føroyameistari. Úrslitið av róðrinum gjørdist 1 Drekin 04 47.22 2 Jallurin 04 51.05 3 Havfrúgvin 04 52.16 4 Firvaldur 04 54.21 5 Teistin 04 57.07 6 Royndin Fríða 05 01.21 1 Drekin 45 FM 2 Jallurin 45 3 Havfrúgvin 31 4 Teistin 27 5 Firvaldur 22 6 Royndin Fríða 16 7 Erla Kongsdóttir 7 Harvið er Lómur føroyameistarið við fullum stigatali. Úrslitið á Ólavsøku gjørdist hetta 1 Lómur 04 44.22 2 Riddarin 04 48.12 3 Skúgvur 04 55.05 4 Jarnbardur 04 57.17 5 Herningur 05 02.18 6 Sølmundur 05 03.05 7 Strálan 05 11.10 Endaliga støðan 1 Lómur 49 FM 2 Riddarin 41 3 Skúgvur 34 4 Herningur 15 5 Páll Fangi 10 6 Jarnbardur 7 7 Gongurólvur 6 8 Sundabáturin 4 9 Sølmundur 4 10 Strálan 1 Alexandre Vinokourov úr Kasakstan vann í dag fyrstu súklukappingina hjá monnum undir OL í London. Nummar tvey gjørdist Rigoberto Uran úr Kolumbia og á triðja plássi kom norðmaðurin Alexander Kristoff. Vinokourov og Uran fóru frá hinum tá umleið fimm kilometrar vóru eftir. Kristoff vann spurtin millum einar 20 súklararar. Teinurin teir súklaðu í dag var 250 kilometrar. 140.000 norðmenn hava ikki ráð at fara til tannlæknan at kannað tennirnar. Hetta kann gerast sera dýrt tá tennirnar einaferð mugiu gerast. Tann høgi prísurin er orsøkin til at so nógvir norðmenn velja at lata vera við at lata tannlæknan halda eygu við tennunum, vísa hagtøl frá Statistisk Sentralbyr aring . Klassekampen skrivar at kanningar vísa at fíggjarliga støðan er høvuðsorsøkin til at so nógv ikki fara til tannlæknan. Kanningar vísa eisini at fýra av tíggju undir 30 ár fara ikki til tannlæknan, skrivar blaðið. Tølini hjá Statistisk Sentralbyr aring vísa eisini at tað serliga eru tey við lágari inntøku sum velja ikki at fara til tannlæknan Sambært umboðum fyri sýriska útisetafelagsskapin Syrian Observatory for Human Rights SOHR , sum halda til í London, so hevur sýriski herurin sett í gongd eitt stórálop á Aleppo. Tyrlur hava skotið eftir býnum, og stríðsvognar eru á veg móti býnum. CNN skrivar at minst seks fólk eru í dag deyð í Aleppo, og eini 50 fólk hava mist lívið í Sýrialandi í dag orsakað av borgarakrígnum. Sýriski herurin og uppreistrarliðini hava seinastu dagarnar hert stríðið um týdningarmiklar partar av Sýrilandi, og roknast kann við at sýriski herurin nú ger eina seinastu roynd at berja uppreisturin niður. Samstundis eru tað fleiri umboð fyri sýrisku leiðsluna sum hava hoppa av, og stuðla uppreistrarliðunum í staðin. OL byrjaði gott hjá Pál Joensen. Hann svam fyri løtu síðani innleiðandi umfarið í 400 metrar frí undir OL í London. Hann svam gott, men tíðin gjørdist eitt evarska lítið vet ov stutt. Rókur í Jákupsstovu, ið ger viðmerkingar í Kringvarpinum um svimjikappingina, segði at hetta var eitt gott úrslit hjá Pál, og at tað lovar gott til næstu kappingarnar sum hann skal luttaka í, kanska ikki minst 1500 metrar teinin, ið er besti teinurin hjá Pál. 1 SUN Yang 3 45.07Q 2 VANDERKAAY Peter 3 45.80Q 3 DWYER Conor 3 46.24Q 4 KIS Gergo 3 46.77Q 5 HAO Yun 3 46.88Q 6 NAPOLEON Ryan 3 47.01Q 7 CARRY David 3 47.25Q 8 COCHRANE Ryan 3 47.26Q 9 JOENSEN Pal 3 47.36 10 RENWICK Robbie 3 47.44 11 GLAESNER Mads 3 48.27 Um trýkorter skal Pál Joensen kavar í OL hylin til innleiðandi kappingina í 400 metra frí kappingini. Um Pál kemur víðari í finaluna, so skal hann svimja aftur klokkan 19.49 í kvøld. 400 metrar teinurin er annars ikki tann teinurin sum Pál hevur best møguleikar í, tað er 1500 metrar teinurin sum hann skal svimja týsdagin. Ein flúgvandi byrjar. Tað er niðurstøðan hjá fjølmiðlum kring heimin eftir OL setanina í gjárkvøldið. Setanin byrjaði við, at James Bond fleyg Elisabeth drotning inn yvir olympiska leikavøllin í einari tyrlu og blakaði hana út í fallskíggjað. Mest nevnivert er, at annars so atfinningarsomu bretsku miðlarnir eru á gosi. Nú er so alment sett hol á tvær vikur við ítrótti. Og longu í morgun verður tað við føroyskari luttøku. Les meir um OL og Kringvarpið her Góð tíðindi til føroyingar Vit liva stívliga seks ár longur nú enn fyri 25 árum síðani. Væntaða miðallivitíðin í Føroyum er nú 81,8 ár. Hon var 75,5 ár í 1985. Livitíðin er støðugt longd seinastu 25 árini, sambært Heilsulýsingini fyri Føroyar hjá landslæknanum. Menn kunnu nú vænta at liva í 79,1 ár og kvinnur í 84,9 ár. Talan er um fyrsta HIV tilburð í Føroyum síðan 2004, tá tveir tilburðir vórðu fráboðaðir. Tá var eisini talan um kvinnur. Síðani fyrsti HIV tilburðurin varð fráboðaður í 1986 veit heilsuverkið um 21 fólk í Føroyum, sum eru vorðin HIV smittað, 15 menn og seks kvinnur. Hetta stendur at lesa í heilsulýsingini hjá landslæknanum. HIV smittan kann føra til sjúkuna eyðkvæmi, AIDS. Fyrsti tilburðurin í 1989 Fyrsti kendi eyðkvæmistilburður í Føroyum var í 1989. Síðani eru komnir níggju afturat. Ein var í fjør, ein í 2010 og ein í 2009, alt menn. Eingin fekk eyðkvæmi í Føroyum frá 1995 til 2009. Í 1995 fingu tvær kvinnur eyðkvæmi. Átta føroyingar eru deyðir av eyðkvæmi, fimm menn og tríggjar kvinnur. Landslæknin sigur, at í fjør royktu 14,8 prosent av barnakonunum, tá tær komu til fyrstu barnakonukanningina hjá ljósmóðurini. Árið fyri var talið 12,7 prosent. Talið er sostatt tíverri farið upp, sigur landslæknin í heilsulýsingini fyri 2011, sum júst er komin. Royking ávirkar burðarvektina hjá barninum. Børn hjá roykjarum viga minni enn hjá teimum, sum ikki roykja. Tað er advokaturin, Jens Andrias Vinther, sum seldi festið fyri Búnaðarstovuna, ið hevur biðið um at fáa freistina longda. Johan Dalsgaard, sum býr í Fámara, hevur kært til Fiskimálaráðið. Hann krevur, at málið um Fámara verður tikið frá Búnaðarstovuni og latið øðrum stovni at avgreiða. Harafturat at festið ikki verður selt Árna Brattaberg. Fiskimálaráðið hevur givið kæruni steðgandi virknað. Fútarætturin er eisini tikin við upp í kærumálið um festið í Fámara. Sølan ganga umaftur Thorkild Høyer, advokatur, sum hevur kært fyri Johan Dalsgaard, krevur, at sølan, ella uppboðið, skal ganga umaftur. Sambært advokatinum var mannagongdin skeiv í báðum førum, tá festið í Fámara varð lýst til sølu á uppboði. Tí eigur sølan at ganga umaftur, sigur hann. Hendan partin av kæruni viðger Fiskimálaráðið ikki, tí hann er uttan fyri málsræðið hjá Fiskimálaráðnum. Eftir at hava spurt seg fyri í Innlendismálaráðnum hevur Fiskimálaráðið sent kæruna um uppboðssøluna til Fútarættin. Kæran vísir til kunngerð frá 1936 um uppboðssølur í Føroyum. Sambært teirri kunngerðini skulu kærur um uppboðshaldarar sendast løgmálaráðharranum umvegis Fútarættin. Lafayette fór ikki gjøgnum Panamaveitina, men suður um Suðuramerika. Skipið kemur fyrst á Skálafjørðin, tí Fiskiveiðueftirlitið skal góðkenna innvigingar skipanina og fylgisveina eftirlits skipanina umborð. Og Fiskiveiðueftirlitið skal eisini hava eygleiðarar umborð. Lafayette kann taka í móti 1500 tonsum av makreli um samdøgrið. Eisini onnur móttøkuskip Annað móttøkuskipið, sum Thor hevur fingið forhonds tilsøgn um, Kai Yu úr Kina, er um at vera komið í føroyskan sjógv. Kai Yu fór úr Las Palmas fyri einari viku síðani. Fiskiveiðueftirlitið skal eisini góðkenna tað skipið, áðrenn tað fær loyvi at taka í móti makreli frá føroyskum skipum. Umframt tey trý útlendsku skipini, hava seks føroysk skip fingið loyvi at taka móti makreli og flyta hann til lands ella virka hann umborð. Tey eru Høgaberg, Atlantsfarið, Farið, Næraberg, Saksaberg og Slættaberg. Hóast Landsverk vanliga skal góðkenna allar almennar leigusáttmálar, so hevur Fiskimálaráðið seinastu trý árini leigað í einum bygningi uttan at spyrja almenna eftirlitið um ráð. Leigumálið er samstundis tað dýrasta í landinum í mun til fermetratalið so dýrt, at Landsverk áður hevur heitt á aðrar leigarar at flyta úr bygninginum. Vit spyrja landsstýrismannin í fiskivinnumálum, hví ráðið leigar so dýrt, samstundis sum onnur mugu spara. Kaj Joensen var við, tá fyriskipararnir av Faroe Pride løgdu seinastu hond á fyrireikingarnar. Ein samrøða er við ungan samkyndan, sum krevur líkarætt fyri lógini. Fríggjakvøld hevur eisini verið uttanlands. Sigrun Brend var við, tá dómur fall í pedofilimálinum í Amsterdam. Leivur Frederiksen hevur gjørt samrøðu við Pál Joensen, sum skal svimja fyri lívinum og gullinum í London í næstum. Í orðaskiftinum í kvøld vendir Eydna Skaale millum annað spurninginum, hvørt Grein 266b hevur broytt nakað í føroyska samfelagnum. Eisini verður spurningurin um at broyta hjúnarbandslógina, soleiðis at tvey av sama kyni skulu kunna vígast, viðgjørdur. Luttakarar eru Poul Guttesen, gudfrøðingur, og Marita Thomsen, limur í LGBT. Spanski høvuðsstaðurin, Madrid, hevur søkt um at vera OL vertur, og fyrireikararnir eru sannførdir um, at býurin saktans kann megna uppgávuna, hóast fíggjarligu trupulleikarnar. Vit fara bara at byggja tað, sum er avgjørt neyðugt. Hetta fer at koma borgarunum til góðar í framtíðini, sigur Victor Sanches, stjóri fyri fyrireikingarbólkin Madrid 2020. Hann sigur, at tað bara er tørvur á fýra nýggjum leikvøllum til OL. Væntandi fer Olympiska nevndin, IOC, um eitt ár at taka støðu til, hvør verður vertur við leikirnar í 2020. Umframt Madrid hava eisini Istanbul og Tokyo biðið um at gerast vertur. Gamla Birkilund verður tikin niður, tí blámusoppur er í honum, og nýggjur stovnur bygdur á grundstykkinum. Arbeiðið verður fyrireikað í ár, og byggingin byrjar næsta ár. AElig tlanin er at brúka pengarnar, sum kommunan spardi, tá pedagogarnir vóru í verkfalli fyrr í ár, til fyrireikingarnar. Kommunan spardi slakar 3,7 milliónir krónur, meðan varkfallið var. Kostnaðarmikið at umvæla Metingar siga, at tað fer at kosta 34 milliónir krónur at byggja Birkilund. At umvælt ta gomlu hevði kostað 21 milliónir. Dagstovnurin Birkilund gjørdist kommunalur stovnur á nýggjárinum. Birkilund, sum er við Hoyvíksvegin, hevur pláss fyri 36 børnum í vøggustovu og 80 í barnagarði. Nýggi stovnurin verður líka stórur sum tann gamli. Innivist í Adventistaskúlanum Børnini í Birkilund fáa innvist í Adventistaskúlanum og í øðrum bygningum í grannalagnum, meðan nýggja Birkilund verður bygd. Hóast barnatalið í Havn minkar, er brúk fyri hesum stovninum. Birkilund er millum størstu dagsstovnar í kommununi. Harumframt er hann einasti dagsstovnur afturat Lítlaskógi, sum serliga hevur Eysturbýin sum upptøkuøki, sigur býráðið. Møguleiki verður hjá teimum, sum ynskja at fylgja við kappingunum hjá Páli Joensen, at hoyra og síggja svimjikappingarnar í útvarpinum og sjónvarpinum hjá Kringvarpinum. 400 metur frí Leygardagin, tað er í morgin, verður fyrsta kappingin, nevniliga 400 metur frí. Kappingin verður kl. 10.47. Kaj Joensen og Rókur í Jákupsstovu siga frá í Útvarpinum. Sjónvarpið samsendir við DR ella TV2. Eydnast tað Páli Joensen at svimja seg í finaluna, so verður hann við í 400 metur frí finaluni kl. 19.49. Kaj Joensen og Rókur í Jákupsstovu siga frá í Útvarpinum, og Sjónvarpið samsendir annaðhvørt við DR ella TV2. 4X200 metur frí týsdagin Týsdagin 31. juli verður kappingin 4X200 metur frí, kl. 11.17. Kringvarpið samsendir við DR ella TV2. Finalan verður kl. 20.47 týskvøldið, og verður Pál Joensen í finaluni, so samsendir Sjónvarpið hjá Kringvarpinum við DR ella TV2. 1500 metur frí Hendan kappingin verður fríggjadagin 3. august, kl. 10.23. Samsent verður við DR ella TV2. 1500 metur finalan Hendan sera spennandi kappingin hjá Pál Joensen verður leygardagin 4. august, kl. 19.36. Eydnast tað Páli Joensen at koma í finaluna, so fer Sjónvarpið hjá Kringvarpinum at gera eyka burturúr. Ein sjónvarpssending verður gjørd, har fylgt verður við kappingini, og 20 minuttir áðrenn kappingina verður upptakt við Róki í Jákupsstovu sum gesti, og við innsløgum úr London, har Leivur Frederiksen er staddur. Eftir gudstænastuna í Havnar kirkju, skrúðgongu, og sang á Tinghúsvøllinum, fer Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, at halda sína ólavsøkurøðu. Og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fer at leggja fram uppskot um óbroytt fiskidagatal. Týsdagin kl.13.00 fer løgtingið undir at viðgera røðuna hjá løgmanni, og viðgerðin heldur fram fyrrapartin mikudagin 1.august. Hósdagin í næstu viku fer løgtingið at viðgera fiskidagarnar og velja fólk í Norðurlandaráðið. Á rættarfundinum í gjár um fiskiloyvið hjá Slættabergi varð upplýst, at skipini, sum landaðu til Faroe Pelagic í Kollafirði frá 19.juni til 19.juli høvdu í miðal 34 prosent av sild. Hóast nótaskipini og ídnaðarskipini kunnu hava meira enn tíggju prosent av sild sum hjáveiðu, tá tey fiska makrel, kemur tann nógva sildin illa við júst nú. Minni fæst fyri sildina nú enn seinni í ár. Tí høvdu skipini viljað goymt sær sildina til seinni. Eginkvotur Nótaskipini hava sínar egnu sildakvotur, og ídnaðarskipini, tó ikki Slættaberg, hava eina felags sildakvotu, sum er 2.000 tons. Nógv sild hevur verið uppi í makrelinum higartil, men nú er hon farin at minka. Upplýst varð eisini á rættarfundinum í gjár, at tað ber til at fiska makrel soleiðis, at minni sild kemur í trolið. Tað verður gjørt við nógv grynri troli, tað er tá trolið ikki stingur djúpari enn 15 metrar. Russarar fiska makrel reint á somu leiðum, sum føroysku skipini fáa nógva sild saman við makrelinum, sigur Fiskiveiðueftirlitið. Skífelagið Fjalir, sum fyrireikar skíbreyt á Sornfelli, hevur ruddað eitt uml. 1.500 ferðmetrar stórt øki og grivið svørðin oman av við Navirnar oman fyri Mannafelsdal. Fyri at sleppa undan erosión, ætlar bóndin at sáða græsfræ og taða økið. Sambært nýggju kunngerðini um taðing er ikki loyvt at taða oman fyri 250 metra hædd, men Umhvørvisstovan kann í serligum førum veita undantaksloyvi. Treytir Umhvørvisstovan hevur sett sum treyt, at taðað bara verður har, sum svørðurin er grivin omanav, og at tað í mesta lagi verður taða við umleið 9 tonsum av mykju. Tað samsvarar við ásetingarnar í kunngerðini um, hvussu nógv taðast skal. Eisini eru treytir um, at ansast skal eftir, at ásetingarnar í kunngerðini verða hildnar, millum annað at tjørnin og løkurin nærindis ikki verða dálkað av tøðum og at taðað ikki verður í regni ella frosti. Avgerðin kann kærast til Innlendismálaráðið, skrivar Umhvørvisstovan á heimasíðu síni. Landsstýrismaðurin í vinnumálum sigur, at ætlanin skal steðga, til málið er lýst við atliti til rúsdrekka og heilsupolitikkin. Rúsdrekkasølan hevur selt vørur, ið ikki ber til at selja fyri vanligan prís, við avsláttri. Talan er um vørur, har haldbarið er við at ganga út, vørur í skaddum pakningi, og vørur, sum ikki selja og tí ikki verða keyptar aftur. Loyvir ikki avsláttri Sambært kunngerð um Rúsdrekkasølu Landsins er ikki loyvt at geva avsláttur í prísinum. Men allar lækkingar í prísinum fella sambært Vinnumálaráðnum ikki undir greinina um forboð fyri prísavsláttri. Bert tá talan er um sølufremjandi tiltak, ið verður nýtt í einum avmarkaðum tíðarskeiði ella undir ávísum treytum, er ikki loyvt at geva avsláttur í prísinum. Rúsdrekkasølan hevur ikki mett, at talan er um avsláttur ella tilboð, sum forboð er sett fyri í kunngerðini, men um broyttan prís, tí tá prísurin á vøruni er settur niður, verður hann ikki settur uppaftur til upprunaliga prísin. Ikki í stríð við kunngerðina, kortini Landsstýrismaðurin í vinnumálum er samdur í, at príslækkingini hjá Rúsdrekkasøluni ikki er í stríð við kunngerðina. Men hann hevur kortini avgjørt at steðga ætlaðu prísbroytingunum hjá Rúsdrekkasøluni, tí hann heldur, at málið fyrst skal viðgerast við altiti til rúsdrekka og heilsupolitikkin hjá samgonguni. Vit ætlaðu at spyrja landsstýrismannin í vinnumálum, Jóhan Dahl, hví hann hevur givið Rúsuni forboð fyri at selja rúsdrekka upp á tilboð, hóast hann metir, at hetta ikki er í stríð við kunngerðina. Men hann sigur, at hann vil ikki gera fleiri viðmerkingar til hetta málið. Paul Watson, oddamaðurin í djóraverndarfelagsskapinum Sea Shepherd, er rýmdur úr Týsklandi, eftir hann varð leyslatin móti veðhaldi úr týska fongslinum, har hann hevur sitið í varðhaldi í 70 dagar. Legði seg út í hávafiskiskap Tað var tann 13. mai í ár, at Paul Watson varð handtikin á flogvøllinum í Frankfurt, fyri at hava lagt seg út í háva fiskiskapin við Guatemala í 2002. Hetta varð gjørt so harðliga, at tað hevði sett lívið hjá kostarikansku fiskimonnunum í vanda, sum fiskaðu á leiðini. Myndugleikarnir í Kostarika eftirlýstu Paul Watson gjøgnum Interpol, og 13. mai varð hann afturhildin í Frankfurt. Leyslatin móti veðhaldi Herfyri varð Paul Watson leyslatin móti einum veðhaldi á 250.000 evrur, ið er 1,8 milliónir krónur Kravið var, at Paul Watson skuldi møta upp á einari týskari løgreglustøð annanhvønn dag. Á heimasíðu sínari váttar Sea Shepher nú, at Paul Watson er rýmdur undan myndugleikunum í Týsklandi. Men Sea Shepherd skrivar eisini, at tey ikki vita, hvar oddamaður teirra er, og at tey ikki hava beinleiðis samband við hann. Manningin á Slættabergi noyðist at bíða til eftir ólavsøku eftir skipsboðum, tí ikki fyrr enn týsdagin í næstu viku fer Føroya rættur at gera úrskurð um avgerðina hjá Fiskiveiðueftirlitinum um at taka fiskiloyvið frá Slættabergi í fýra vikur. Føroya rættur hevur viðgjørt málið fyrrapartin, og í seinasta lagi á middegi 31.juli kemur avgerðin hjá rættinum. Ligið tvær vikur Og tá hevur Slættaberg ligið í tvær vikur. Hann misti fiskiloyvið í fýra vikur fyri at hava havt ov nógva sild sum hjáveiðu á sínum fyrsta túri eftir makreli. Ákæruvaldið krevur, at rætturin staðfestir avgerðina hjá Fiskiveiðueftirlitinum. Sakførarin hjá P f Nærabergi, sum eigur Slættaberg, krevur, at skipið ikki missir fiskiloyvið yvirhøvur ella, í øðrum lagi, at skipið missir fiskiloyvið í styttri tíð enn fýra vikur. Atlantic Petroleum noyðist at avskriva 14 milliónir krónur, nú felagið noyðist at lata eitt loyvi í bretskum øki í Norðsjónum innaftur, tí loyvistíðin er farin. Felagið hevur brúkt 14 milliónir upp á loyvið. Tær 14 milliónirnar verða nú avskrivaðar. Fund í Marten brunninum Olja varð funnin í Marten brunninum, tá loyvið varð brúkt til at leita. Men talan var um so lítla nøgd, at ikki loysir seg at fara eftir oljuni, sigur Ben Arabo, stjóri í Atlantic Petroleum. Tað fer ikki ávirka vónirnar um úrslitið í ár, at Atlantic Petroleum noyðist at avskriva 14 milliónir, sigur felagið í fráboðan til keypsskálarnar. Atlantic Petroleum átti 17,5 prosent í loyvinum, sum nú er latið innaftur. Atlantic Petroleum eigur lut í 34 øðrum loyvum og er við, nú leitað verður eftir olju við Føroyar. Mett varð, at tað fór at kosta 8 miljónir krónur at umvæla dagstovnin, men nú umvælingin er liðug, er rokningin komin uppá 14 miljónir krónur. Á eykabýráðsfundi nú fyrrapartin skulu 8 miljónir krónur játtast í eykajáttan til umvælingina av Dagstovninum í Hoyvík. Eykajáttanin verður tikin av øðrum játtanum innan mentunarøkið, ið kortini ikki verða brúktar í ár. Eitt mistak Tað var eitt mistak at fara undir at umvæla Dagstovnin í Hoyvík, ásannar borgarstjórin í Havn. Tað vísti seg, at soppurin var nógv meira umfatandi, enn vit høvdu mett. Tá umvælingarnar vóru byrjaðar, bar ikki til at steðga aftur, sigur Heðin Mortensen. Ringu royndirnar frá umvælingini av Dagstovninum í Hoyvík hava gjørt, at kommunan ikki vil fara undir at umvæla dagstovnin Birkilund á Kommansmýri, ið eisini er fongdur við soppi. Bygningurin verður í staðin tikin niður, og nýggjur dagstovnur bygdur. Nýggi dagstovnurin á Kommansmýri er mettur at kosta 30 miljónir krónur. Tey 90 børnini, ið ganga í Birkilund, fáa innivst á Adventistaskúlanum og øðrum bygningum í grannalagnum, meðan nýggjur dagstovnur verður bygdur. 3. juli tók kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya avgerð um at geva Atla Gregersen leikbann í fýra dystir fyri ein tilburð í dysti 24. juni, har hann í samband við útvísing varð mettur at vísa ósømiligan atburð á vølli við millum annað at tveita liðskiparabandið frá sær. Víkingur kærdi Víkingur kærdi avgerðina, millum annað vísandi til, at liðskiparin ikki tveitti liðskiparabandið frá sær, men vildi tveita tað til liðfelagan, ið skuldi taka yvir bandið. Aganevndin hjá FSF hevur havt kæruna til viðgerðar, og avgjørdi í gjár at staðfesta úrskurðin hjá kappingarnevndini. Tað vil siga, at Atli Gregersen er leikbannaður til og við 19. umfar í bestu deildini, sum verður spælt leygardagin 11. august. Vanliga bráðnar nógv av ovasta partinum av ísinum um summarið og frystur so aftur um veturin. Men tað sum hendir í summar er, at óvanliga stórur partur av ísinum er bráðnaður eftir óvanligari stuttari tíð. Granskarin, Son Nghiem, gjørdist sera kløkkur, tá hann kannaði upplýsingar, sum NASA hevði fingið frá fylgissveinum, tí ísurin bránaði við rúkandi ferð. Hetta var so serligt, at eg fyrst setti spurnartekn við úrslitið. Var tað rætt ella var okkurt brek í upplýsingunum, sigur Son Nghiem í tíðindaskrivi frá NASA. Men kanningar seinni hava staðfest, at niðurstøðan hjá granskaranum er røtt. Bráðnaði óvanliga skjótt 8. juli vóru 40 prosent av ísinum bráðnaðir. Fýra dagar seinni tann 12. juli vóru heili 97 prosent av ísinum bráðnaðir. Orsøkin til umfatandi bráðningina er, at ein hátrýstsryggur við nógvum hita hevur verið yvir Grønlandi í summar. Heilt óvanligt Bráðningin er ekstrem, sigur danski pólgranskarin, Sebastian Mernild, frá Los Alamos national Laboratory. hann hevur sjálvur gjørt modell yvir, hvussu innlandsísurin bráðnar frá 1960 og til 2080. Hesar útrokningarnar mugu nú broytast. Tølini hjá Nasa koma púra óvart á okkum. hetta er verri enn tað, sum okkara modell vísa fyri framtíðina, sigur Sebastian Marnild við AFP tíðindastovuna. Um allur innlandsísurin bráðnar, verða heimshøvini 7 metrar hægri. Skrúðgongan byrjar við Gundadalshøllina klokkan fýra seinnapartin. Gingið verður oman í Tórsgøtu, har konsert verður við føroyskum og íslendskum tónleikarum. Borgarstjórin í Reykjavík, Jón Gnarr, verður gestarøðari á Faroe Pride tiltakinum, ið er tað triðja av sínum slag í Føroyum. Framsýning í Østrøm Í dag letur ein framsýning undir heitinum Hvat er natúrligt upp í hølunum hjá Østrøm á Skálatrøð. Framsýningin lýsir samkyndleika og tvíkyndleika millum norðurlendsk djór. 14 føroysk listafólk og fleiri grønlendsk og íslendsk listafólk eru við á framsýningini. LGBT felagið hjá samkyndum og tvíkyndum í Føroyum ætlar, at framsýningin skal vera opin allan august mánað, soleiðis at skúlar eisini fáa høvi at vitja framsýningina við næmingum. Á framsýningini verða at síggja málningar, litografiir og innrammaðar akvarellir. Amariel Norðoy er málari og grafikari. Hann hevur sýnt fram ymsa staðni í Europa, USA og Japan. Upprunaliga er hann útbúgvin skipasmiðjur. Seinni tók hann útbúgvin á Kongaliga Danska Listaháskúlanum frá 1977 83. Grafiskt skeið, Finland, 1984. Amariel Norðoy hevur millum annað prýtt skúlan í Porkeri og Lágargarð. Hann hevur prýtt ymisk tíðarrit, bøkur og plátu og fløguhúsar. Afturvendandi temu hjá Amarial Norðoy eru skiftandi ljósið, báturin og útróðrarbørn. Flestu myndirnar eru íblástur frá uppvøkstrinum Mikladalur og Kallsoyarfjørður. Framsýningin verður opin til 30. juli. Tað eydnaðist fyrireikarunum at fornerma Norðurkorea so dyggiliga, at dysturin bleiv seinkaður ein tíma. Orsøkin var, at skeivt flagg varð víst á stórskermunum, tá liðið hjá Norðurkorea skuldi spæla. Og tað var ikki flaggið hjá hvørjum sum helst. Flaggið, sum varð víst, var flaggið hjá grannatjóðini Suðurkorea, sum er stóri fíggindin hjá Norðurkorea. Noktaðu at spæla Leikararnir hjá Norðurkorea noktaðu at fara á vøllin. Ikki fyrr enn tær høvdu fingið umbering frá fyrireikarunum og ein almenn umbering var latin Norðurkorea. Eisini varð flaggið skift út við tað rætta. Norðurkorea vann dystin 2 0. Borað hevur verið niður á 5330 metrar fra vatnskorpuni, og komið er fram á kolvetni. Víttfevnandi kanningar eru gjørdar, og samtakið, ið stendur fyri borgini, hevur avgjørt at gera eina útvinsluroynd fyri at meta um góðskuna á kolvetninum, sigur felagið. Faroe Petroleum eigur 30 av leitiloyvinum í Cooperbrunninum, ið liggur á Haltenbankanum í Norska Havinum. Fyribils úrslitini frá Cooper brunninum eru lovandi, men tað er neyðugt at fáa úrslitið frá útvinsluroyndini, áðrenn tað kann staðfestast, um fundið er rakstrarverdugt, sigur Faroe Petroleum í tíðindaskrivinum. Rúsdrekkasøla Landsins hevur í seinastuni bjóðað viðskiftafólkunum ávísar vørur við avsláttri. Talan hevur verið um vørur, ið skulu av vøruskránni hjá Rúsdrekkasøluni. Í tíðindunum hjá útvarpinum hava bæði formaðurin í Fólkaheilsuráðnum og landsstýrismaðurin við heilsumálum sátt iva um, hvørt prísavslátturin er í tráð við lógina fyri Rúsdrekkasølu Landsins. Tilboðini ganga í øllum førum í móti andanum í lógin, eru Pál Weihe og Karsten Hansen samdir um. Johan Dahl, landsstýrismaður við vinnumálum, lovaði at kanna, hvørt tilboðini eru lóglig, men eftir øllum at døma er spurningurin ikki so einfaldur at fáa greiðu á. Í tíðindaskrivi í kvøld staðfestir Vinnumálaráðið, at Hóast talan ikki er um at príslækkingin er í stríð við sect 6, stykki 2 í kunngerð nr. 144 frá 20. oktober 1992 um skipan og rakstur av Rúsdrekkasølu Landsins, sum seinast broytt við kunngerð nr. 19 frá 24. mars 2010, hevur landsstýrismaðurin avgjørt, at ongar broytingar viðvíkjandi tí príspolitikki, sum hevur verið, skulu gerast fyrr enn málið hevur verið viðgjørt nærri við atliti til rúsdrekka og heilsupolitikkin. Við øðrum orðum Tilboðini hjá Rúsdrekkasølu Landsins eru fyribils steðgað. Eldurin kyknaði sunnudagin nærhendis býnum La Jonquera, sum liggur við franska markið. Higartil hevur eldurin kravt 4 mannalív og oyðilagt stór skógarøki. Eisini er nógvur seyður deyður í eldinum. Hildið verður, at tað var ein sigaretstubbi, sum var orsøkin til stóra skógareldin. Vandin fyri fleiri skógareldum í Spania er stórur, tí veturin hesaferð hevur verið tann turrasti í 70 ár. Í Kroatia og Portugál stríðast tey eisini við ógvusligar skógareldar. Varðhaldsfongslingin varð enn eina ferð longd fýra vikur seinasta fríggjadag, hesa ferð til 17.august. Ungi maðurin varð tikin og varðhaldsfongslaður fyrst í februar fyri neyðtøkuroynd í Viðarlundini í Havn. Hann er eisini skuldsettur fyri aðrar neyðtøkuroyndir, og hann hevur játtað seg sekan í nøkrum teirra. Ikki ber til at avgreiða málið í rættinum, fyrr enn mentalkanningin er liðug. Sambært ákæruvaldinum er kanningin nú um at vera liðug. Tíðindaskriv Í ár eru tað Guðrið Poulsen, Silja Strøm, Bárður Dal Christiansen og Bárður Oskarsson, ið sýna fram. Byggilistalig element eita keramisku verkini eftir Guðrið Poulsen á framsýningini. Tey snúgva um rúm, lutfall, kropp og keramikk. Snúningsdepilin er klassiska súlan karyatidan saman við ættarmyndir ancestor figures og tupilakkar. Bárður Dal Christiansen Kaos í tryggum umhvørvi setir dám á myndarøðina, sum Bárður Dal Christiansen sýnir fram á ólavsøku í ár. Gerandisdagurin er vendur á høvdið, og fólk vísa seg frá síni lúnsku síðu. Summi siga, tey eru óhugnalig, kortini eru tey øll væl sínámillum. Bárður Oskarsson Bárður Oskarsson skrivar og teknar myndabøkur, sum eru kul og skemtingarsamar. Tær nema við børn og vaksin. Bøkur hansara líkjast ongum øðrum, sum verður givið út sum barnabøkur, sigur norski barnabókagranskarin, Kari Sønsthagen. I poetisku og óhugavakjandi verkum hansara stendur kroppurin í miðdepli. Silja Strøm Frásøgn og fiktión standa í miðdepli í myndumum eftir Silju Strøm. Tekningar hennara eru kvæmar og ljósar, tær eru skemtiligar og álvarsligar, grovar og fínligar í senn. Hon setir saman og umskapar myndir úr røðum av fundnum stílum í tilgongdin, ið hugsanarsom og hugskygd. Øll hava sýnt fram fyrr Tey hava øll fýra sýnt fram á Ólavsøkuframsýningini áður eins og tey hava sýnt fram nógva aðrastaðni bæði í Føroyum og uttanlands. Listafelagið setti sær fyri aftur at royna nýggjar leiðir í Ólavsøkuframsýningini, og tá felagið í fjør heyst heitti á tey fýra um at sýna fram saman á ólavsøku í ár, játtaðu tey beinanvegin. Enn eitt sendifólk hjá Sýrialandi vendir stýrinum í landinum baki. Sendikvinnan á Kýpros, Lamia al Hariri, hevur tikið seg úr embætinum og er ímóti stýrinum í Sýrialandi. Tað sum er rættiliga eyðmýkjandi hjá sýrisku stjórnini, er at sendikvinnan á Kýpros, er nær skyld við varaforsetan í Sýrialandi, farouk al Sharaa. Annar sendiharrin, sum rýmir Fyrr í hesum mánaðinum fór sendimaðurin í Irak úr starvinum, og áður fór eisini sýriski sendimaðurin í Svøríki úr embætinum og fór í part við uppreistrarfólkunum. Fyrrverandi sendimaðurin í Svøríki, bassam Imadi, sigur, at eisini sendifólkini í Týsklandi, Kekkia og Hvítaruslandi hava vent stjórnini í Sýrialandi bakið, men at tey enn ikki hava almannakunngjørt tað, tí tey ræðast hevndaratsóknir frá sýriska stýrinum. Kannað verður millum annað, um bilførarar tosa í fartelefon, koyra uttan trygdarbelti ella eru ávirkaðir av rúsdrekka. Í gjár og fyrradagin vórðu 6 bilførarar tiknir fyri at tosa í fartelfon, meðan teir koyrdu bil, og 13 vórðu tiknir fyri at koyra uttan trygdarbelti. Teir fáa allir bót. Ongin bilførari var tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka. Kanningarnar vórðu gjørdar á Kongabrúnni og í J.C. Savabosgøtu, har tilsamans 75 bilar vórðu kannaðir. Fyrst í juli boðaðu Maria Damanaki, fiskivinnukommisserur hjá ES, og Lisbeth Berg Hansen, fiskimálaráðharri í Norra, frá, at ráðharrafundur millum ES, Norra og Ísland um makrel verður í London 3.september. Føroyar vóru ikki nevndar yvirhøvur í fráboðanini. Men Útvarpið veit, at nú stendur føroyingum í boði at vera við kortini. Norski samráðingarleiðarin tikið samband Norski samráðingarleiðarin í makreltrætuni, Ann Kristin Westberg, hevur spurt føroyska samráðingarleiðaran, Andrass Kristiansen, um Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, og embætisfólk hansara hava hug at koma til London at tosa um makrel fyrst í september. Næsta samráðingarumfar, tað 14. seinastu trý árini, millum strandarlondini um makrel er annars ásett at vera 22. og 23.oktober í London. Fótbóltssambandið hevur kunngjørt nøvnini á leikarum, monnum og kvinnum, sum hava skift felag. Tey flestu eru farin úr einum føroyskum felag í annað føroyskt felag. Men onkur er farin av landinum, millum annað er Marcin David, málmaður hjá HB, farin til Norra. Eisini til Føroya Onkur er komin uttaneftir til Føroya at spæla, millum annað er Rakul Jógvansdóttir komin úr Aberdeen til AB. Flytingargluggin letur upp aftur 27.desember og verður opin til 21.mars næsta ár. Síðani kunnu fótbóltsleikarar eisini skifta felag í tíðarskeiðinum 24.juni til 22.juli 2013. Nøvnini á øllum leikarum, sum fluttú í hesum umfarinum, eru á heimasíðuni fsf.fo. Har stendur eisini hvørjum felag, fólk fara úr, og hvat felag, tey fara í. Nevningatingið móti manninum, sum síðani november hevur sitið varðhaldsfongslaður, skuldsettur fyri at hava dripið Dánjal Petur Hansen, er útsett. Tað skrivar Portalurin. Rættarmálið skuldi byrja 3. september, men nú hevur ákærumyndugleikin biðið um meira tíð til at kanna nýggjar upplýsingar, ið eru komnar fram í málinum. Umfatandi kanningar Peter Thaysen, løgregluovasti, sigur við Útvarpið, at talan er um umfatandi kanningar, ið skulu gerast, og tí verður neyðugt at útseta rættarmálið í nakrar vikur ella mánaðar. Vit vænta, at kanningarnar verða lidnar síðst í næstu viku, og síðani skal ákærumyndugleikin gera sínar metingar av kanningarúrslitunum, sigur hann. Nýggju upplýsingarnar í málinum høvdu við sær, at løgreglan í farnu viku gjørdi kanningar í Neshaga. Peter Thaysen vil einki siga um, hvørjar tær nýggju upplýsingarnar eru, ella um nakað er funnið. Alt skal kannast Vit gevast ikki, fyrrenn alt er liðugt kannað, og tað má taka tað tíð, tað tekur, sigur hann. Hann kann ikki siga nakað um nú, nær nevningatingið móti tí varðhaldsfongslaða manninum verður, men tað kunnu ganga einir tveir mánaðar, áðrenn rætturin fer undir at viðgera ákærurnar móti manninum, sum løgreglan heldur hevur dripið og beint fyri Dánjal Petur Hansen. Dýrdarveður fekk nógv fólk oman á sandin. Okkurt gott føroyskt varð grillað, og sandurin kundi eisini brúkast til annað enn, at ganga á. Myndir Birita Malunardóttir, Hallur Helmsdal og Martin N. Simonsen Boblibað, hugni á sandinum og smílandi fólk. Eisini fekk onkur sær ein lúr. Myndir Birita Malunardóttir, Hallur Helmsdal og Martin N. Simonsen. Í dag er Tróndur í Gøtu á Tvøroyri og landar 200 tons av makreli og sild. Hetta er fyrstu ferð, at skip landar beinleiðis til nýggja virkið. Higartil hava royndir verið gjørdar á virkinum við smærri nøgdum av fiski, sum eru fluttar suður í bilum. Royna pumpuskipanina Í dag royna teir so fyri fyrstu ferð pumpuskipanina, sum pumpar fiskin inn á virkið, og eisini førir sjógvin, sum fiskurin er í, umborð aftur á skipið. Bæði sild og makrelur er í lastini, so tá fongurin er komin inn á virkið verður hann fyrst sorteraður í støddir, síðan verður fiskurin frystur heilur. Sambært Boga Jacobsen, stjóra á Varðanum Pelagic eru tey ikki enn klár við maskinunum, ið skulu flakaskera fiskin. Umleið 25 fólk eru til arbeiðis á Varðin Pelagic í løtuni. Vinnumálaráðið kannar nú, um tilboðini hjá Rúsdrekkasølu landsins eru lóglig. Verður niðurstøðan tann, at tað eru tey ikki, fær Rúsdrekkasølan boð um at gevast við at hava tilboð, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum. Hann sigur, at sjálvur visti hann ikki um hesi tilboðini fyrr enn í gjár, tá Útvarpið greiddi frá teimum. Vinnumálaráðið var kunnað Allan Skaalum, stjóri í Rúsdrekkasøluni, segði við Útvarpið í gjár, at hann kunnaði Vinnumálaráðið um tilboðini, tá tey byrjaðu. Og tað er eisini rætt. Gunnleyg Árnafjall, aðalstjóri, sigur, at tey vórðu kunnað. Men embætisfólkini í Vinnumálaráðnum mettu málið vera umsitingarligt, so landsstýrismaðurin fekk ikki boðini um tilboðini. Ikki loyvt at geva avsláttur Sambært kunngerðini, ikki lógini, um rúsdrekkasølu er ikki loyvt at geva avsláttur í prísinum. Spurningurin er so, hvussu tað skal tulkast. Og ta tulkingina fara tey at gera í Vinnumálaráðnum í dag. Rúsdrekkasølan hevur bæði handilslig atlit at taka og hon skal samstundis tálma rúsdrekkanýtsluni. Eru tilboðini ólóglig, verða tey stegðað, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður. Endamálið við tilboðunum er at fáa pengar fyri vørur, sum annars verða blakaðar burtur, tí kravt verður av Rúsdrekkasøluni, at hon hevur slakar 17 milliónir krónur í yvirskoti um árið. Nalja, ið er kent fyri klassikarar sum Á tann deiliga Havn , Sjeikurin og Hygg at mær , var ein av fremstu poppbólkunum í áttatiárinum, og kassettubandið, sum tey góvu út í 1988 varð eisini útselt eftir stuttari tíð. Kári Jacobsen, annar av høvuðspersónunum handan Nalju sigur, at vit kunnu vænta okkum eina glaða og vælupplagda konsert. Eg haldi tað vera ordiliga festligt, at Elin og eg skulu á pall aftur fyri fyrstu ferð í 22 ár Og tað er ein heiður at spæla á Faroe Pride, sum ikki bara er heimsins feitasta veitsla, men eisini heiðrar nakað av tí allarmest týdningarmikla hjá øllum menniskjum Persónliga frælsið. So har verður ovmikið at veitsluhalda, vísur Kári Jacobsen á. Elin og Kári Elin Heinesen sigur, at Kári og hon ofta eru spurd, um vit ikki vilja spæla okkara gomlu Nalja klassikarar á konsert. Men vit hava altíð sagt nei, tí vit hildu, tónleikurin hoyrdi eini farnari tíð til, og vit eru eitt annað stað í dag. Men tá fyrireikararnir av Faroe Pride spurdu okkum, vóru vit ikki í iva um, at hetta er eitt heilt serligt høvi, vit fegin vilja geva okkara ískoyti til, tí vit stuðla endamálinum at heiðra ymiskleikan og vilja vera við til at fremja meira tolsemi í føroyska samfelagnum, sigur Elin Heinesen. Skrúðgongan byrjar kl. 16.00 Faroe Pride skrúðgongan byrjar kl. 16.00 við Gundadalshøllina. Gingið verður oman til Tórsgøtu, har konsert verður. Aftrat Nalju fara 200, Eivør, Mike, AElig vintýrferðin og Reykjavíkar Queer Choir at framføra. Tað eru bara trý fiskiloyvi at lata til fiskiskap við Eysturgrønland. Sog fær Fiskimálaráðið fleiri enn tríggjar javnsettar umsóknir um loyvi at fiska botnfisk við Eysturgrønland, verður lutakast um loyvini. Fiskimálaráðið hevur lýst kunngerð um føroyskan fiskiskap eftir botnfiski við Grønland, har sum føroyingar sleppa at fiska tosk, brosmu, kalva, svartkalva og steinbít. Søgulig rættindi eru galdandi Við Eysturgrønland fáa trý skip fiskiloyvi, sum árini 2007 til 2011 fiskaðu mest av føroysku kvotuni við Eysturgrønland. Eru fleiri enn trý skip, sum lúka treytirnar, verður lustakast, tí loyvini eru bara trý í tali. Við Eysturgrønland sleppa føroyingar at fiska 255 tons av toski og 275 tons av kalva og svartkalva sum hjáveiðu. Sama er galdandi fyri tey 100 tonsini av svartkalva við Vesturgrønland, men har er tó bara eittans loyvi. Hava tey, sum fáa loyvi at fiska við Grønland, ikki brúkt loyvið fyri 1.oktober, kann Fiskimálaráðið lata øðrum loyvið. Ein sløkkiliðsmaður er deyður og umleið 1500 ferðafólk eru flutt burtur úr økinum. Nógvi vindurin ger, at eldurin breiðir seg við nógvari ferð. Vit gera alt, vit eru ment fyri at bjarga mannalívum og avmarka skaðarnar, sigur kroatiski innanríkisráðharrin. Eingin streymur og einki telefonsamband er til frítíðarøkið Selce nærhendis havnabýin Rijeka, haðani 1500 ferðafólk, tey flestu frá Slovenia og Eysturríki, eru flutt burtur. Eisini trupulleikar í Makedonia Í grannalandinum Makedonia eru eisini trupulleikar við skógareldi. Har er illgruni um, at eldurin er ásettur, skrivar Danmarks Radio. Í Spania stríðast tey eisini við ógvusliga skógareldin í norðara parti av landinum. Eldurin hevur higartil kostað 4 mannalív, og 23 hava fingið skaða, harav eru átta sløkkiliðsmenn. Bæði spanskir og franskir sløkkiliðsmenn arbeiða við at basa eldinum. Teir fáa hjálp frá flogførum og tyrlum, ið tveita vatn yvir logarnar. Onki tamarhald á eldinum enn Tey hava enn ikki fingið tamarhald á eldinum, men katalonski innanríkisráðharrin hevur vónir um at fáa tamarhald á eldinum, tí veðurmenhninir lova kaldari veður og minni vind í økinum. Skógareldurin byrjaði sunnudagin nærhendis býin La Jonquera og spjaddist skjótt í økinum nærhendis markið til Fraklands. Í gjár hevði eldurin oyðilagt 13.000 hektarar av jørð, og í Barcelona, ið liggur 150 kilometrar burturi, merkja tey nú roykin frá skógareldinum. Sostatt hevur sterkasti búskapurin í Evropa ikki longur ovastu meting, nevniliga AAA. Eisini metingarnar fyri Holland og Luksemburg eru lækkaðar. Í Týsklandi svaraði fíggjarmálaráðið beinanvegin aftur við at mæla ímóti og staðfesti, at týski búskapurin framvegis er støðufasta akkerið í evru sonuni. Grikkaland liggur sum ein lykkja Moody s grundgevur sína meting við, at tað fær álvarsligar avleiðingar fyri sjálvt tann sterkasta búskapin í Evropa, um Grikkaland má fara úr Evru samstarvinum. Eisini verður sagt, at alt bendir á, at fleiri bjargingarpakkar skulu til fyri at hjálpa londum sum Spania og Italia úr ringu gongdini. Og tað eru teir sterku búskapirnir, ið skulu bera byrðarnar, um fleiri bjargingarpakkar skulu til tað er ikki nóg mikið at koyra Grikkaland burtur úr samstarvinum. Í alt høvdu kommunurnar 28,9 milliónir krónur í avlopi í ársroknskapinum fyri 2011. Árið fyri var avlopið 24,1 milliónir krónur. Tað vísir eitt yvirlit hjá Fíggjarmálaráðnum yvir ársroknskapirnar hjá føroysku kommununum fyri 2011. Tvey tey seinastu árini hava sostatt verið hampiliga góð fíggjarliga hjá kommununum. Í 2009 høvdu kommunurnar eitt rættiliga stórt hall tilsamans, nevniliga 169 milliónir krónur. Og væntandi fer árið í ár eisini at geva reyð tøl á botnlinjuni. Fíggjarmálaráðið sigur, at kommunurnar í ár væntandi fara at hava 74 milliónir krónur í halli. Forsetisráðharrin í Irak, Nuri al Maliki, hevur givið irakiskum trygdardeildum og hjálparfelagskapum boð um at lata flóttafólk úr Sýria sleppa inn í Irak og veita teimum humanitera hjálp. Fyri fáum døgum síðani boðaði irakiska stjórnin annars frá, at bara irakar sluppu inn í landið úr Sýria. Tíggjutúsundtals fólk flýggja Tígggju túsundtals sýrar eru seinastu dagarnar flýddir undan ófriðinum í Sýria. Serliga nógv fólk eru flýdd úr høvuðsstaðnum Damaskus, har trygdardeildir hava rannsakað hús og handlar og pínt húsfólk og handilseigarar. Nógvir menn í besta aldri eru eisini dripnir. Tað siga mannarættindaeygleiðarar, sum savna inn upplýsingar frá eygnavitnum. Tikið ræðið aftur í Razi Almenna sýriska tíðindastovan Sana veit at siga, at sýriski herurin hevur endurskapað trygdina í býarpartinum Razi, har herurin hevur avbyrgt og dripið fleiri yvirgangsfólk, sum uppreistrarfólkið verður rópt. Sýriska stýrið brúkar støðugt heitið yvirgangsfólk um vápnadu mótstøðufólkini Hermenn hjá stjórnini hava eisini handtikið fleiri yvirgangsfólk, sum fjaldu seg í kloakskipanini í býnum, veit tíðindastovan Sana at siga. Skúlaskipið skuldi koma til Føroya í morgin, men vánaligt veður er orsøkin til, at ferðin er seinkað. Umborð á skúlaskipinum Danmark eru 80 næmingar, og manningin er 15 í tali. Ongir føroyskir næmingar eru við á hesum túrinum. Seinast skúlaskipið Danmark var á vitjan í Føroyum var í 1991. Møguleiki verður hjá allmenninginum at vitja umborð á Danmark mikudagin og hósdagin frá kl 14.00 til 16.30. Nógvur vindur hevur forðað arbeiðinum hjá sløkkiliðsfólki í Girona økinum, sum er eitt sera væl umtókt ferðavinnuøki við kendum baðistrondum tætt við. Í Portugál hava tey eisini trupulleikar við skógareldum, nú hitin hevur ligið um 40 stig í skugganum. Fólk í fleiri bygdum eru flýdd. Í Algarve, har suðuri í Portugál, royna fleiri enn 1000 sløkkiliðsfólk at fáa tamarhalda á eldum, og eisini á Madeira eru stórir trupulleikar við skógareldum. Dagurin er sostatt vorðin tann blóðugasti dagurin í Irak í meira enn tvey ár. Umframt tey deyðu eru umleið 270 fólk særd. Sambært AFP tíðindastovuni, er talan um minst 22 ymisk álop í 14 býum. Minst 7 irakskir hermenn doyðu, tá vápnaðir menn lupu á eina hernaðarstøð beint norðan fyri Bagdad, tætt við føðibýin hjá Sadam Hussein, Tikrit. Tað sleppa línuskipini. Og eitt línuskip hevur nú søkt um loyvi at lata frá sær veiðuloyvið til eitt nótaskip, so tað kann fiska makrelin hjá línuskipinum. Allir stívliga hundrað bátarnir, sum eru í samtakinum Sjófeli, fáa loyvi at fiska makrel av felagskvotuni hjá bátum, sum eru minni enn 15 tons. Nakrir bátaeigarar, sum eru við í Sjófela, søktu eisini sjálvir um loyvi at fiska makrel. Men hinir, sum ikki gjørdu tað, fáa nú loyvi, eftir at Andrass Kristiansen á Fiskivinnustovuni og Óli Jacobsen í Sjófela tosaðu saman í síðstu viku. Sjófeli søkti um 15 prosent av makrelkvotuni, 22.250 tons. Sjófeli søkti eisini um loyvi til at fiska ein part av kvotuni við nótaskipi, sum samtakið ætlaði at útvega sær. Men tað ber ikki til sambært kunngerð, sum forðar fyri, at veiðuloyvi verður flutt til størri skip. Talan er um felagskvotu, og hvør bátur kann fiska í mesta lagi tíggju prosent, 300 tons, av felagskvotuni hjá bátunum. Kunngerðin hevur eitt undantak, sum er línuskipini. Fiskimálaráðið hevur fingið umsókn frá einum línuskipi, sum vil lata einum nótaskipi sítt veiðuloyvi. so nótaskipið kann fiska makrelin hjá línuskipinum. Fiskimálaráðið viðger umsóknina í løtuni og hevur ikki svarað henni. Í svari til Fiskimálaráðið sigur Sjófeli, at samtakið loyvir sær at sáa iva um bæði málsviðgerð og niðurstøðu Fiskimálaráðsins um ikki at geva samtakinum makrelkvotu. Í svarinum, sum Óli Jacobsen hevur skrivað, stendur, at tað er bæði undranar og átalu shy vert, at ráðið ikki spyr fyrr enn slakar fimm mánaðir eftir, at umsóknirnar eru komnar inn, um hvør bátur í Sjófela eisini skal teljast við sum serstakur umsøkjari. Fyrisitingarliga seinførið ella drálið hjá Fiskimálaráðnum er so mikið meira marghátt shy ligt, tá havt verð shy ur í huga, at talan er um umsóknir um vertíðarbundin veiðurættindi, sum kunnu hava stór shy an týdn shy ing fyri umsøkjararnar. Ikki fyrr enn nú fleiri vikur eftir, at makrel shy veið shy an byrj shy aði, biður ráðið um eina avkáring, sum tað heldur vera neyðuga fyri at kunna avgreiða málið, stendur í brævinum frá Sjófela, sum er dagfest 19.juli, til Fiskimálaráðið. Sambært Sjófela kann umsóknin frá samtakinum ikki misskiljast. Har eru yvir hundrað serstakar umsóknir um loyvi at fiska makrel. Samstundis boða umsøkjarnir frá, at teir eru við í samtakinum, um Sjófeli sleppur at samskipa veiðuna. Nú fáa allir bátarnir í Sjófela, sum ikki longu hava fingið makrelloyvi, slíkt loyvi frá Fiskimálaráðnum. Men bátarnir skulu sjálvir fiska makrelin. Írska lágprísflogfelagið Ryanair hevur boðað frá, at felagið støðgar 650 fráferðum um vikuna til og úr Spania. Orsøkin er, at spanska stjórnin hevur hækkað floghavnsavgjaldið. Hetta skrivar ferðaheimasíðan Check in sambært Ritzau. Ryanair steingir 4 flogrutur úr Barcelona, 11 úr Madrid og 21 frá floghavnum í Las Palmas, Lanzarote, Tenerife og Fuenteventura á Kanariu Oyggjum. Tilsamans er talan um 650 fráferðir um vikuna. Eisini EasyJet Eitt anna lágprísflogfelag EasyJet hevur longu boðað frá, at tað støðgar sítt virksemi í Madrid. Ritzau rør upp undir, at avgerðin hjá Ryanair at støðga í Spania kann rudda slóð fyri møguleikanum hjá Ryanair at flúgva upp á floghavnina í Keypmannahavn. Ryanair hevur nevniliga søkt um loyvi at flúgva fleiri rutur úr Keypmannahavn í vetur. Higartil hevur Ryanair bara flogið upp á Billund og Aring rhus í Danmark. Frá mikudegnum 25. juli vitjar borgarstjórin í Reykjavík, Jón Gnarr, og frú Jóhanna Jóhansdóttir saman við 6 ára gamla syni teirra, og embætisfólkunum Ellý Katrin Guðmundsdóttir og Magnús Karl Magnússon. Tórshavnar kommuna er vertur undir vitjanini og mikukvøldið bjóðar býráðið døgverða í Móttøkuhúsinum. Hósdagin verður farið útferð til Kolturs og um kvøldið verður døgverði í Áarstovu. Faroe Pride Fríggjadagin vitjar Jón Gnarr fyrst Býlingshúsið í Norðasta Horni, síðan í Kirkjubø og seinnapartin er hann við í Faroe Pride. Leygardagin halda gestirnir ólavsøku, fyrst á Ráðhúsinum saman við býráðslimum og embætisfólki, síðan vitja tey íslendska konsulin og síðan heim til borgarstjóran og frú at eta nátturða. Og so á ólavsøku. Ólavskudag eru gestirnir og hyggja at skrúðgonguni úr Dómkirkjuni. Um kvøldið ætla tey at uppliva felagssangin á midnátt. Tey fara avstaðaftur til Íslands mánamorgunin. 38 ára gamli Flóvin S. Olsen er dømdur 30 mánaðar fongsul fyri kynsliga at hava misnýtt eina 9 mánaðar gamla gentu. Haraftrat er hann dømdur 12 mánaðar fongsulsrevsing fyri barnaporno. Hvørki Flóvin S. Olsen sjálvur ella verji hansara møttu í rættinum í Amsterdam í dag. Og tað undraði dómarin. Samstarvsviljaður Ákærdi hevur verið samstarvsviljaður og hevur svarað sagt seg angra sínar gerðir. Tí undrar tað meg, at hvørki hann ella verji hansara møta í rættinum at taka ímóti dóminum, segði dómarin sambært Sigrún Brend, sum varð stødd í rættinum í Amsterdam í dag. Av dóminum eru 6 mánaðir treytaðir. Og tíðin, hann hevur sitið fongslaður, verður drigin frá. Sostatt kann Flóvin S. Olsen verða latin leysur á vári í 2014. Í millum áhoyrararnar í rættinum í dag vóru omman og abbin hjá misnýttu 9 mánaðar gomlu gentuni, og umboð fyri fleiri fjølmiðlar. Flóvin S. Olsen og verji hansara hava nú 14 dagar at kæra dómin, men í Amsterdam vænta tey ikki, at dómurin verður kærdur. Hetta upplýsir forsætisráðharrin í Quatar. Semja er um, at tað er neyðugt at Bashar al Assad tekur seg aftur sum skjótast, segði Hamad bin Jassim bin Jabr Al Thani sjeikur við tíðindafólk eftir ein ráðharrafund í Arabisku Liguni, ið varð hildin í høvuðsstaðnum í Quatar, Doha. Skiftisstjórn Arabiska ligan heitir eisini á andstøðuna og sokallaða frælsa Sýriska herin um at skipa eina skiftisstjórn. 123 fólk lótu lív í bardøgum í Sýrialandi í gjár. 59 av teimum vóru sivil. Tað upplýsa sýriskir mannarættindafelagsskapir. Á fundinum í Qatar varð eisini samtykt at brúka 100 milliónir dollarar svarandi til góðar 600 milliónir krónur sum hjálp til sýrisk flóttafólk. Sambært Thorkild Høyer, advokati, var mannagongdin skeiv í báðum førum, tá festið í Fámara varð lýst til sølu á uppboði. Tí eigur sølan at ganga umaftur, sigur hann. Hendan partin av kæruni viðger Fiskimálaráðið ikki, tí hann er uttan fyri málsræðið hjá Fiskimálaráðnum. Eftir at hava spurt seg fyri í Innlendismálaráðnum hevur Fiskimálaráðið sent kæruna um uppboðssøluna til Fútarættin. Kæran vísir til kunngerð frá 1936 um uppboðssølur í Føroyum. Sambært teirri kunngerðini skulu kærur um uppboðshaldarar sendast løgmálaráðharranum umvegis Fútarættin. Málið takast frá Búnaðarstovuni Johan Dalsgaard krevur annars í kæruni, at málið um Fámara verður tikið frá Búnaðarstovuni og latið øðrum stovni at avgreiða. Harafturat at festið ikki verður selt Árna Brattaberg. Fiskimálaráðið hevur givið kæruni steðgandi virknað. Og nú hevur Fiskimálaráðið sent øllum fýra, sum bjóðaðu upp á Fámara, kæruna hjá Johan Dalsgaard og onnur skjøl henni viðvíkjandi til ummælis. Freistin at svara er 31.juli. Eini 60.000 fólk møttu upp til konsertina til minni um offrini fyri yvirgangsatsóknunum tann 22. juli 2011 í Oslo og á Utøya. Millum tey sum spældú á konsertini sunnukvøldi vóru fleiri kend norsk nøvn sum Bjørn Eidsv aring g, Lillebjørn Nilsen, Marit Larsen og Halvdan Sivertsen. Harafturat komu Bruce Springsteen og Little Steven á pall og sungu sangin We Shall Overcome. Springsteen hevur áður sagt at sorgarleikurin 22. juli í fjør var nakað sum hann hevur hugsa nógv um. Tí ynskti hann at gera eitthvørt fyri at heiðra minninum um tey sum lótu lív. Konsertin bleiv send beinleiðis í sjónvarpi í fleiri londum, harímillum í Kringvarp Føroya. Laurie Fulton kemur eftir ætlan til Vágar klokkan 13.30 við einum hernaðarflogfari hjá amerikanska flogvápninum. Jóhan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, tekur ímóti amerikansku sendikvinnuni. Fyrrapartin týsdagin verður Laurie Fulton við á ráðstevnuni Partnership for Green Growth Event, har Føroya Tele er vertur. Seinnapartin verður hon við á fundi, ið MFS skipar fyri um lesnað í USA. Eftir hetta fer sendikvinnan at hitta Guðrun amp Gurðun í handli teirra. Mikudagin verður farið til Suðuroyar. Á Tvøroyri skal amerikanska sendikvinnan vitja á uppsjóvarvirkinum Varðin Pelagic og á sjúkrahúsinum. Síðani verður farið til Vágs, har hon fer at vitja savnið hjá Ruth Smith og Faroe Marine Technic. Siglt verður úr Sumba til Fámjin, har kirkjan og fyrsta føroyska flaggið verður vitjað, áðrenn leiðin gongur norður aftur til Havnar. Vitjanin hjá Laurie S. Fulton er onnur vitjanin í Føroyum, síðani hon varð svorin í eið sum amerikansk sendikvinna í Danmark. KÍ tryggjaði sær oddasessin í kappingini, tá ið teir vunnu sannførandi 6 1 ímóti TB við Stórá í Trongisvági.Fyrsta málið lat bíða eftir sær til stutt fyri hálvleik, tá ið Páll Klettsgarð setti hol á og legði gestirnar á odda 1 0. Lítla løtu seinni javnaði Bárður Dimon fyri TB, sum altso fór til hálvleik við góðum móti. Men í seinna hálvleiki skrædnaði hjá TB, og málini skolaðu inn. Við jøvnum millumbili øktu klaksvíkingar um leiðsluna, sum endaði við einum 6 1 sigri. Heðin Klakstein, Henry Heinesen, Hjalgrím Elttør, Andy Olsen og Ivan Joensen skutu tey fimm málini í seinna hálvleiki. Við Margáir sá tað longi út til at verða B36, sum skuldi fara avstað við øllum.Atli Danielsen legði, umvegis brotsspark, gestirnar á odda, tá ið 20 minuttir vóru spældir. Leiðslan helt sær heilt til 5 minuttir fyri leiklok, tá ið Levi Hanssen, eftir miðvíst trýst á B36, javnaði fyri EB Streym. B36 hevði bóltin á netinum einaferð eftir hetta, men tað málið varð kolldømt og soleiðis tryggjaði EB Streymur sær eitt týdningarmikið stig, fyri at hanga fastir í KÍ í oddinum. Í Gundadali fóru gestirnir eisini avstað við øllum, tá ið NSÍ vann 4 2 á HB. Hóast HB hevði bóltin meir, má sigast, at NSÍ fekk meira burturúr sínum møguleikum, hóast teir kanska ikki vóru spælstýrandi.Klæmint Olsen umsetti eitt brotsspark til mál og legði soleiðis NSÍ á odda, tá ið ein hálvur tími var spældur. Síðani øktu Pól Jóhannus Justinussen og Árni Frederiksberg til ávíkavist 2 0 og 3 0, áðrenn Rókur av Fløtum Jespersen minkaði um munin fyri HB. NSÍ svaraði tó skjótt aftur við máli frá Árna Frederiksberg og ímóti endanum pyntaði Vagnur Mohr Mortensen uppá úrslitið fyri HB, soleiðis at dysturin endaði 4 2 til NSÍ. B68 var størsti favoritturin hetta umfarið, og teir gjørdu sína skyldu við at vinna 2 0 ímóti FC Suðuroy á Svangaskarði. Fyrra málið kom tíðliga í dystinum, tá ið Bjarki Johannesen stútaði bóltin í málið. B68 var spælstýrandi allan dystin, men bólturin vildi treyðugt tað seinasta innum FC Suðuroy verjuna. ikki fyrrenn stutt fyri leiklok bragdaði hjá toftamonnum, tá ið Kristian Anton Andreassen setti bóltin í netið til endaliga úrslitið 2 0 til B68. Um alt Noreg minnast tey í dag hópdrápini í Oslo og á Utøya fyri einum ári síðani, tann 22. juli 2011. Norska kringvarpið sendir bæði í sjónvarpi og útvarpi frá teimum mongu minningarhaldunum. Dagurin endar við eini konsert á Ráðhúsplássinum í Oslo klokkan 19 føroyska tíð. Konsertin verður send beinleiðis á NRK, og Kringvarp Føroya samsendir konsertina frá klokkan 19 til 20.30. Millum tey sum koma á pallin í Oslo í kvøld, har rokna verður við meir enn 100.000 áhoyrarum, eru hesi Hesir tónleikararnir luttaka Bjørn Eidsv aring gdeLillosKarpe DiemKringkastingsorkesteretLalehLillebjørn NilsenMari BoineMarit LarsenTine Thing HelsethVinni amp Halvdan Sivertsen Deildir hjá Bashar al Assad forseta í Sýria eru farnar undir at gera kemisk vápn klár at brúka í stríðnum móti uppreistrarfólkunum, sigur ein høgtstandandi sýriskur herovasti, ið er flýddur úr landinum. Stjórnin er í ferð við at flyta kemisku vápnagoymslurnar og umskipa tær, so tær eru klárar at taka í brúk, sigur Mustafa Sheik generalur. Fyrrverandi sýriski sendiharrin í Irak, Nawaf Fares, ið eisini er rýmdur, segði fyrr í vikuni, at stýrið er til reiðar at brúka kemisk vápn, og at tey møguliga longu eru brúkt í býnum Homs. Eg eri fullkomuliga sannførdur um, at stjórnin fer at brúka kemisk vápn, um sýriska fólkið økir trýstið á stjórnina uppaftur meira, segði hann í eini samrøðu við bretska BBC. 16 mánaðar langa stríðið og borgarakríggið í Sýria er nú hert munandi. Harðir bardagar hava seinastu vikuna verið millum uppreistrarherin og herin hjá Assad forseta fleiri staðni í høvuðsstaðnum Damaskus, og mikudagin drap ein bumba fýra av nærmastu stuðlunum hjá Assad, teirramillum svágur hansara, verjumálaráðharran og trygdarleiðaran. Minst 100.000 sýriskir hermenn eru rýmdir úr herinum, ið tilsamans telur 320.000 mans. Teirramillum eru fleiri høgtstandandi herovastar, ið eru farnir í part við uppreistrarfólkunum. Fleiri fráboðanir eru komnar um, at Assad er farin úr Damaskus, men tær eru ikki alment váttaðar. Um alt Noreg og fleiri staðir uttanfyri Noreg verður 22. juli 2011. Norska kringvarpið, NRK, sendir í allan dag frá minningarhaldum um alt Noreg. Møguligt er at fylgja degnum á NRK sum bæði hevur nógv tilfar á heimasíðuni. Skráin fyri sjónvarpssendingirnar hjá NRK finnur tú her Kringvarp Føroya sendir konsertina á Ráðhúsplássinum beinleiðis klokkan 19.00 í kvøld í sjónvarpinum. Atlantsflog boðar frá at vegnað veður er framvegis óreglusemi á flogferðsluni. Um veðrið er betri í morgun, so eru fyrstu fráferðir í heimasíðuni. Hópdrápsmaðurin James Holmes, ið drap 12 fólk og løstaði 59 undir frumframførsluni av nýggja Batman filminum í einum biografi í býnum Aurora í amerikanska statinum Colorado, hevði ætlanir um at drepa nógv fleiri. Áðrenn hann framdi hópdrápið hevði hann umskapað íbúð sína í Aurora til eina framkomna bumbufellu. Hann hevði sett steriotólið hjá sær til at tendra og spæla harðan tónleik stutt eftir hópdrápið eftir øllum at døma fyri at fáa grannarnar at klaga og harvið fáa løgregluna at fara í eina fellu. Hevði hann verið skotin til deyðis, er eingin ivi um, at bumbufellan hevði dripið tey fólkini, ið síðani fóru inn í íbúðina, sigur ein løgreglukelda við Reuters tíðindastovuna. Men James Holmes varð ikki dripin, og hann segði sjálvur myndugleikunum frá bumbuni, ið varð samansett av ymiskum kemiskum evnum og løðingum. Serfrøðingar meta, at bumbufellan er so framkomin, at tað ikki ber til at fara inn og taka hana. Í staðin er ætlanin at senda ein bumburobott inn í íbúðina at spreingja bumbuna. Løgreglan hevur staðfest, at 24 ára gamli James Holmes eftir øllum at døma framdi illgerð sína einsamallur. Ábendingar eru um, at hann hevur brúkt fleiri vikur til at fyrireika hópdrápið, og at ætlan hansara var at drepa so nógv fólk sum gjørligt. Hann hevði litað hárið appelsingult og var í hjálmi, gassmasku, skottryggum vesti og svørtum handskum, tá hann framdi álopið. Hann var vápnaður við tveimum pistólum, einari høglbyrsu, einari maskinbyrsu og ikki færri enn 6.000 patrónum. Tá hann varð handtikin, segði hann seg vera Jokaran, ið er ein av brotsmonnunum í Batman filmunum, men løgreglan veit ikki meira um, hví hann framdi illgerðina. James Holmes hevði bachelorprógv í neurovísund og var við at taka kandidatútbúgving á universitetinum í Colorado. Sambært grannum og kenningum hevði hann avbyrgt seg seinastu mánaðarnar. Hann var sosialt frávíkjandi, men ikki í so stóran mun, at nakar kundi hava illgruna um, at hann kundi fremja eitt slíkt hópdráp, siga lesandi á universitetunum, ið kendu 24 ára gamla mannin. Forboð móti tollfríari sølu og ókeypis skeinking umborð á flogførum skal vera partur av rúsdrekkapolitikkinum hjá samgonguni, heldur formaðurin í Miðflokkinum, Jenis av Rana. Og hann hevur eisini fleiri ætlanir um broytingar, ið skulu gera tað meira tvørligt at fáa fatur á rúsdrekka. Tað hevur serliga stóran týdning at avmarka nýtsluna av rúsdrekka og rúsevnum hjá teimum ungu, og viðgerðartilboðini eiga eisini at vera betri, heldur Jenis av Rana. Fólkaheilsuráðið fer beint eftir summarfrítíðina undir arbeiðið at gera eitt álit um nýggjan rúsdrekka og rúsevnispolitikk. Ugandiskir fiskimenn á Viktoriavatninum, týskir flugufiskarar á feriu í Noregi og norðmenn á vitjan í Føroyum. Teir hava eitt til felags, og tað er at tey vitja norsku veðurheimasíðuna yr.no. Sambært Aftenposten og NRK, so vóru 160.000 suðurafrikanskir bøndir inni á síðuni bara í juni og hugdu eftir hvussu veðurvánirnar vóru í teirra heimlandi. Erik Bolstad, ið hevur dagligu ábyrgdina fyri yr.no hjá NRK, sigur í samrøðu við Aftenposten, at hetta eru upplýsningar sum tey hava fingið. Hann kann ikki vátta at talið er so stórt, men hann frøðist um stóra áhugan fyri yr.no, ið bæði er at finna í Noregi og í heiminum annars. Bøndir lesa yr.no Yvirlitið hjá yr.no vísir millum annað at tey í juni høvdu vitjan av 227 brúkarum úr Uganda og 161.000 í Suður Afrika. Hesir brúkararnir hugdu eftir tilsamans 618.000 síðum í juni. Bolstad sigur at orsøkin til at so nógv úr Suður Afrika hava uppdagað yr.no er uttan iva at dagblaðið sum flestu suðurafrikansku bøndirnir lesa er farið at vísa til yr.no. Blaðið brúkar veðurtænastuna hjá yr.no, og vísir til netadressuna. NRK og Meteorologisk Institutt samstarva um yr.no. Hvørgin av stovnunum høvdu stórar vónir um at heimasíðan skuldi gerast nógv meir enn ein av mongum tænastum sum norska kringvarpið bjóðar. Tá tænastan byrjaði í 2007 vóru yr partarnir nøgdir um 300.000 hugdu inn á síðurnar um vikuna. Tað vísti seg at tvær milliónir komu at hyggja beinanvegin, og síðani er talið á brúkarum bara voksi. Yr er fyrst og fremst ein tænasta til norðmenn, og tænastan til bøndirnar í Suður Afrika kostar teimum einki. Talan er um veðurvánir sum norska tænastan fær inn ymsastaðni frá og sum so verður løgd inn á yr.no. Orsøkin til at yr.no er so vælumtókt er at talan er um eina ókeypis tænastu sum man kann síggja allastaðni. Til dømis hava sviar eina tænastu sum kostar at brúka, men norðmenn valdu fyri nógvum árum síðani at hendan tænastan skuldi vera ókeypis, tí talan er um ein stovn sum verður fíggjaður um norska ríkiskassan, og er tí goldin av skattagjaldarunum. Og meðan tað kostar hjá svium at sleppa inn á sínar veðurtænastur á netinum, so valdu tríggjar milliónir sviar í juni at fara inn á yr.no fyri at vita hvussu veðrið er í Svøríki. Hesi brúktu yr.no í juni 2012 Yvirlitið vísir hvussu nógvir unikir brúkarar vóru úr nøkrum útvaldum londum í juni Noreg 4.674.882 Svøríki 2.862.338 Danmark 304.430 Tjekkia 301.405 Týskland 236.775 Stórabretland 205.222 Finnland 168.544 Suður Afrika 161.053 Pólland 157.510 Estland 145.384 Kili 24.278 Saudi Arabia 6.388 Uganda 227 Marshalloyggjarnar 1 Longu nú er greitt, at brúkaraumboðsstovnurin flytir úr Vági til Havnar. Rannvá Ragnarsdóttir, ið tekur við sum nýtt brúkaraumboð 1. september, skal húsast saman við Kappingareftirlitinum og Fjarskiftiseftirlitinum á Skálatrøð í Havn. Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Jóhan Dahl, ætlar, at stovnarnir í fyrstu atløgu skulu arbeiða tætt saman. Tá brúkaraumboðið varð sett á stovn, í 2009, varð ásett við lóg, at talan skuldi vera um ein sjálvstøðugan, óheftan stovn við egnari játtan. Í dag, góð trý ár seinni, heldur landsstýrismaðurin í vinnumálum, sum varar av brúkaraumboðsstovninum, at Brúkaraumboðið og Kappingareftirlitið kunnu leggjast saman í ein stovn. Brúkaraumboðið fór til verka í apríl 2009. Higartil hevur brúkaraumboðið havt sæti í Vági, men flytir eftir summarfrítíðina í hølini hjá eftirlitisstovnunum á Skálatrøð í Havn. Norrøna hevur ein serligan førning við sær henda túrin. Tá skipið leggur at bryggju í Havn í annaðkvøld rulla heili 33 gamlir bilar av slagnum Morris Minor í land. Sambært Portalinum eru tað limir í Nordisk Morris Minor Klubb, sum hava tikið seg saman at koma hendavegin við sínum gomlu bilum, ið vórðu gjørdir í ymiskum útgávum, tíðarskeiðið frá 1948 til 1971. Morris Minor ferðalagið steðgar í Føroyum til Ólavsøkudag. Hetta tíðarskeiðið gera tey útferðir við bilunum til Vestmanna, Norðureysturoy og Norðoyggjar, umframt at bilarnir verða sýndir fram hjá Reyni Service 27. juli. Hópdrápið í statinum Colorado, ið kostaði 12 fólkum lívið meðan 50 onnur fingu skaða, hevur aftur reist orðaskifti um liberalu, amerikansku vápnalógina. Borgarstjórin í New York, Michael Bloomberg, sum er talsmaður fyri at herða vápnalógina, heitir á Barrack Obama, forseta, og republikanska forsetavalevnið Mitt Romney, um at seta vápnalógina á breddan í valstríðnum. Kanska er tíð uppá, at teir báðir, ið ætla at veljast til forseta í USA, nú greiða okkum frá, hvat teir ætla at gera við vápnalógina, sum er ein trupulleiki í øllum landinum, sigur Bloomberg sambært tíðindastovuni AFP. Obama hevur higartil hildið fast í grundlógartryggjaða rættin hjá hvørjum einstøkum amerikanara at eiga eitt skotvápn, samstundis sum hann sigur seg vilja gera meira fyri at tryggja, at tey, sum sambært lógini ikki áttu at havt fingið fatur á skotvápnum heldur ikki fáa fatur á teimum. Sambært almennu upplýsingunum doyggja 31.500 fólk í USA doyggja árliga av skotvápnum. 24 ára gamli James Holmes, sum skeyt frá hond í biografinum hóskvøldið, hevði síðstu tveir mánaðirnar keypt fýra skotvápn í lokalum handlum, umframt meira enn 6000 kúlur, flestar bílagdar umvegis internetið. ES hevur sett forboð móti at vápn verða flutt til Sýrialand gjøgnum øki hjá ES londunum, og fleiri tiltøk eru áveg. Eitt nú fáa tríggjar, sýriskar fyritøkur, teirra millum flogfelagið Syrian Airlines, forboð móti at virka inni í ES. Í Brússel verða 26 leiðandi persónar úr sýriska samfelagnum lagdir afturat vaksandi listanum yvir fólk, ið ikki mugu ferðast inn í ES. Í gjár samtykti Trygdarráðið hjá ST, at ST eygleiðararnir í Sýrialandi skulu vera verandi í landinum í 30 dagar afturat. ES londini hittast á fundi mánadagin um støðuna í Sýrialandi. Samanbera vit við londini kring okkum, áttu vit at havt 60 70 almenn størv til sálarfrøðingar í Føroyum, men vit hava bert útivið ein fjórðing av hesum, sigur felagið. Nógvir føroyingar lesa sálarfrøði kring heimin, og í eini roynd at fáa tey heimaftur at virka, hevur felagið nú skipað eina studentasektión av felagnum. Eitt av endamálunum við sektiónini er at stimbra um netverkið hjá núverandi og komandi sálarfrøðingar. 27. juli verður eisini skipað fyri einum fakligum og sosialum tiltaki í Havn, har føroysk sálarfrøðilesandi fáa høvi at hitta føroyskar sálarfrøðingar. Veðrið forðaði fyri at Veronica Maggio kundi lenda í Vágum í dag og tískil er skráin hjá ársins G Festivali broytt. Eivør, sum skuldi spæla á Spæliplássinum, verður ístaðin á Sandinum klokkan 00 45 og Kapten Rød verður so klokkan 22 10 á Sandinum. Ólagi á flogferðsluni í dag hevur við sær broytingar á skránni hjá G Festivalinum. Grønlendsku Nanook eru fluttir til í morgin klokkan 15 05 og ístaðin eru Black Crown King settir á skránna í kvøld klokkan 19 10 og Dead Beat Punx klokkan 19 40. Eftir eitt sindur av seinkingum fór Raske Penge á pallin í Grundini nakað eftir klokkan 1 og løtu seinni byrjaði Høgni á Spæliplássinum og vóru hetta seinastu framførslurnar á G Festivalinum hóskvøldið. Einar 15 minuttir eftir, at nýggi Batmanfilmurin var byrjaður, byrjaði ein maður at skjóta samstundis sum ein skottilburður fór fram í nýggja Batman filminum. Maðurin varð ílatin verndarklæðir og gasmasku. Hann tveitt fyrst eina roykbumbu inn í salin og byrjaði síðani at skjóta frá hond. Tá avtornaði, vóru 14 fólk deyð, og mett verður at umleið 50 fólk vóru særd. 250 løgregæufólk eru send á staðið. Tíðliga seinnapartin í dag frættist, at byrsumaðurin er 24 ára gamli James Holmes, sum býr í Aurora. Fiskimálaráðið vil hava møguligar viðmerkingar frá pørtunum í seinasta lagi 31.juli. Johan Dalsgaard, sum býr í Fámara, hevur kært avgerðina hjá Búnaðarstovuni, sum mælir til at selja Árna Brattaberg festið. Árni Brattaberg hevur hægsta boðið upp á festið. Í fyrsta umfari hevur Fiskimálaráðið givið kæruni steðgandi virknað. Tað merkir, at sølan kann ikki avgreiðast, fyrr enn kæran er endaliga avgreidd. 300 milliónir, sum skuldu nýtast til almennar íløgur í ár, liggja goymdar onkrastaðni og gera onga nyttu. Tað hóvar stjóranum í J amp K Petersen illa. Stjórin í Landsverki, har meginparturin av milliónunum liggja strandaðar, sendir apuna víðari til politikararnar, sum hava játtað ov nógvar pengar til ov nógvar nýggjar verkætlanir. Fríggjakvøld hevur í kvøld landsstýrismannin í fíggjarmálum í sjónvarpsstovuni at greiða frá, hví samgongan hevur dugað so illa at raðfesta. Við Finni Fríða Fríggjakvøldsreportarin, Kaj Joensen, hevur í vikuni gjørt reportasju frá makreltúri við Finni Fríða. Júst heimafturkomin fór hann til Gøtu at gera reportasju frá G Festivalinum. Harumframt hava vit myndir frá bragdinum í vikuni, tá hetjurnar náddu upp á Trøllkonufingur. Evnið við kjakborðið er ivasama metið, sum føroysku kvinnurnar hava við at arbeiða niðursetta tíð. Gestir eru Maud Wang Hansen, forkvinna í Føroya Pedagogfelag og Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum. Arbeiðið fer væntandi at taka umleið eitt ár, og hesa tíðina fer skrivstovan at halda til í hølunum, har Havnar Sjúkrakassi var. Umvælingin av Biskupsgarði er framhald av arbeiðinum at umvæla flest allar prestagarðar í Føroyum, sum byrjaði í 2007, tá fólkakirkjan kom á føroyskar hendur. Tá var støðan alt annað enn góð, staðfestir Jógvan Fríðrikson bispur. Prestagarðarnir vóru í misjøvnum standi, summir vóru at at kalla ikki egnaðir til bústað. Ivasamt er, um nakar av teimum 19 gørðunum var í góðum standi, skrivar bispur. Tí varð farið miðvíst undir at umvæla prestgarðarnar. Tá hetta árið er liðið eru Prestagarðurin í Vági, í Leirum, í Todnesi, dómpróstagarðurin, í Hvalvík, á Gjaranesi og á Brekku í Klaksvík sostatt liðugt umvældir Harafturat eru stórar ábøtur gjørdar á Heygsvegi í Havn, í Lamba, í Fuglafirði og á Prestvegi í Klaksvík. Komandi trý árini er so ætlanin at gera nakað munagott við garðarnar á Nesi, í Miðvági, á Eiði og í Kvívík. Umsitingin hjá fólkakirkjuni hevur ta áskoðan, at tá prestarnir hava bústaðarskyldu og búgva til leigu, so skal garðurin vera á leið í sama standi, sum eini miðal føroysk sethús eru í dag. Kanningararbeiðið, sum løgreglufólk við servandum hundum hava gjørt í Neshaganum við Toftir, er steðgað. Kriminalløgreglan segði seg annars hava fingið nýggjar upplýsingar í drápsmálinum um Dánjal Petur Hansen, og tí vórðu nýggjar kanningar gjørdar í einum øki í Neshaganum, sum fyrradagin og aftur í gjár varð avbyrgt fyri almenninginum. Kanningarnar steðgaðar Kriminalløgreglan ger í løtuni ongar kanningar í økinum, og økið er heldur ikki avbyrgt meira. Tí er einki, sum bendir á, at kanningarnar hava givið nakað úrslit, ella at løgreglan hevur funnið nakað. Alt økið í Neshaganum er áður kannað í samband við drápsmálið. Men nýggjar upplýsingar fingu kriminalløgregluna at gera nýggjar kanningar har. Sparin við upplýsingum Løgreglan hevur verið og er framvegis sera afturhaldandi við upplýsingum um kanningararbeiðið. Eingin kunning er komin frá løgregluni, sum heldur ikki vil svara spurningum frá fjølmiðlum um málið. Tað eru annars góðir tveir mánaðir síðani, at kriminalpolitiið metti seg vera liðugt at kanna málið. Málið móti manninum, sum er skuldsettur fyri at hava dripið og burturbeint Dánjal Petur Hansen, kemur fyri rættin 3. september. Dánjal Petur Hansen var seinast sæddur 5. november í fjør. Seinastu tíðina hevur verið arbeitt við at gera nýggjan tyrlupall á Kirkju í Fugloy. Gamli pallurin leyk ikki treytirnar hjá loftferðslumyndugleikunum, og tí var neyðugt við nýggjum. Hetta arbeiðið er nú liðugt, og mikudagin var nýggi tyrlupallurin avhendaður. Avgreiðsluhús við bíðirúmi Afturat nýggjum palli er gjørt avgreiðsluhús við bíðirúmi og øðrum hentleikum til ferðafólk. Okkurt smávegis arbeiði er eftir at gera, men Landsverk hevur fingið fyribils góðkenning av tyrlupallinum frá Trafikstyrelsen, sum er loftferðslumyndugleiki. Tískil er regluliga flúgvingin á Kirkju tikin uppaftur. Eftir summarfrítíðina skal tyrlupallurin endaliga sýnast, og Trafikstyrelsen skal góðkenna hann. Kostnaðurin av nýggja tyrlupallinum á Kirkju liggur um tríggjar milliónur krónur. Í tvey ár hevur VEKS havt 20 milliónir at lata íverksetarum, men pengarnir fór ongan veg, tí eingin søkti um teir. Leiðarin í Íverksetarahúsinum í Klaksvík, Rani Nolsøe, heldur, at VEKS var ikki nóg sjónligt og dugdi heldur ikki nóg væl at vísa á pengarnar, sum íverksetarar kundu søkja um. Íløgufelagið verður tikið av Niels Mortensen, nevndarformaður í VEKS, segði við Útvarpið mikudagin, at íløgufelagið verður nú tikið av, og tær 20 milliónirnar verða fluttar aftur til eigararnar. VEKS varð stovnað við tí endamáli at gera íløgur í nýskapandi íverksetarafyritøkur, í menningartilgongdina frá tanka til marknað, men eingin íverksetari bjóðaði seg fram. Niels Mortensen segði við Útvarpið mikudagin, at einki íverksetaraumhvørvi er í Føroyum. Tí vísir Rani Nolsøe aftur. Altjóða Oyggjaleikanevndin hevði aðalfund á Bermudaoyggjunum seinasta vikuskiftið. Har varð samtykt, at í framtíðini skulu limaoyggjarnar ikki longur kappast um at hava leikirnar, upplýsir ÍSF. Í staðin skal Oyggjaleikanevndin samráðast við limaoyggjarnar og síðani seta áhugaðu vertsoyggjarnar á ein lista. Tó skal aðalfundurin góðkenna vertsoyggjarnar fimm ár, áðrenn tær skulu vera vertir. Føroyar skulu tí góðkennast í 2014. Á aðalfundinum á Bermudaoyggjunum varð ein listi lagdur fram uttan viðmerking. Næsta ár vera Oyggjaleikirnar á Bermudaoyggjunum, sum eru bretskar. Síðani er raðfylgjan hendan 2015 Jersey, 2017 Gotland, 2019 Føroyar og 2021 Menorca. Várfundurin hjá Oyggjaleikanevndini verður í Føroyum í mars næsta ár. Tað er í næstu viku, at Føroya rættur fer at avgera, um ídnaðarskipið Slættaberg úr Klaksvík skal missa fiskiloyvið í fýra vikur soleiðis sum Fiskiveiðueftirlitið avgjørdi týsdagin. Reiðaríið hjá Slættabergi hevur kært avgerðina, tí tað heldur revsingina vera alt ov harða. Sambært advokatinum hjá Hanusi Hansen, reiðara, Óla Jákupi Kristoffersen, kemur málið neyvan fyri í rættinum fyrr enn eina ferð í næstu viku. Tikin á fyrsta túrinum Slættaberg var tikin á sínum fyrsta túri undir føroyskum flaggi. Slættaberg og Næraberg samtrolaðu, men Næraberg fekk maskinbrek, og Slættaberg boðaði frá, at hann fór inn at landa 165 tons av makreli, sum skipini høvdu fingið. Fiskiveiðueftirlitið kannaði lastina. Hon var 150 tons, men knappliga triðingurin var sild. Loyvda hámarkið fyri hjáveiðu er 10 prosent. Fiskiloyvi Einasti háttur, Fiskiveiðueftirlitið hevur at revsa skip, sum hava ov nógva hjáveiðu, er at taka fiskiloyvið frá teimum alt eftir, hvussu stór hjáveiðan er. Í útvarpinum mikukvøldið vísti reiðarin á, at Slættaberg fiskaði ólógliga sild fyri 90.000 krónur. Men revsingin, mist fiskiloyvi í fýra vikur, kann lættliga kosta skipinum 20 til 25 milliónir krónur í mistari inntøku. AElig tlanin við revsitiltøkunum var at leggja økt trýst á Bashar al Assad, forseta, og stjórn hansara í Damaskus. Túsundtals fólk eru deyð í uppreistrarbardøgum í Sýrialandi seinastu 16 mánaðirnar. ST sendiharrin hjá Bretlandi, Mark Lyall Grant, var í øðini eftir atkvøðugreiðsluna. Hann skuldsetti Russland og Kina fyri at svíkja fólkið í Sýrialandi , og at verja eitt harðrent stýri . Russiski sendiharrin svaraði við at skuldseta Vesturheimin fyri at renna geo politisk ørindi , sum onki hevur við fólkið í Sýrialandi at gera. Og hann skuldsetti eisini Vesturheimin fyri at øsa upp og eggja yvirgangsfelagsskapir í Sýrialandi. Sambært AP tíðindastovuni sendi kinverska uttanríkisráðið út eitt tíðindaskriv fyrr í dag, har sagt verður, at Kina er ímóti øllum yvirgangsvirksemi. Og kinverska stjórnin fordømir bumbuspreinginga í Damaskus í gjár. Sýrialendski verjumálaráðharrin og varaforsætisráðharrin, sum eisini var svágur al Assad, forseta, doyðu í spreingingini. Kina harmast vaksandi spennindin í Sýrialandi, og Kina mælir øllum pørtum at leggja vápnini beinanvegin, verður sagt í tíðindaskrivinum. Nýggjur stjóri er nú settur á Brúkaraumboðnum. Nýggi stjórin er Rannvá Ragnarsdóttir. Hon var útbúgvin cand.jur. í 2001 og advokatur í 2004. Haraftrat hevur hon eftirútbúgving sum dómarafulltrúi og mediator. Rannvá Ragnarsdóttir hevur royndir bæði frá Føroya Rætti og vinnulívinum. Hon tekur við starvinum 1. september. Byrjað varð at grava út í gjár. Tað skrivar Suðuroyarportalurin. Eftir ætlan skal vera liðugt at grava út í juli mánaði, og sjálv byggingin byrjar í august. 50 metra hylurin í Vági er fyrsti langhylur í Føroyum. Hann verður gjørdur inni á Oyrunum í Vági, eystan fyri Vágsverkið hjá SEV. Talan verður um ein høvuðsbygning, sum er umleið 60 metrar langur og 22 metrar breiður, tilsamans umleið 1.300 fermetrar til støddar. Harumframt verður ein síðubygningur, sum í alt er umleið 600 fermetrar. Ísraelski uttanríkisráðharrin, Avigdor Lieberman, sigur, at Ísrael hevur greið prógv fyri, at tað var Hisbollah, sum framdi atsóknina, og at tað var kollveltingarherurin í Iran, sum var heilin aftanfyri álopið. Hetta sama segði ísraelski forsætisráðharrin eisini longur seinnapartin í gjár. Sjey fólk deyð Tað var beint áðrenn klokkan fimm lokala tíð í gjár, at ein bumba brast í einum bussi á flogvøllinum í Burgas nærindis bulgarsku svartahavsstrondina. Tað eru eitt sindur ymiskar fráboðanir um, hvussu nógv fólk doyðu í atsóknini. Summar tíðindastovur siga sjey, meðan aðrar vilja vera við, at átta eru deyð. Ísraelska blaðið, Haaretz, sigur, at sjey fólk doyðu í atsóknini. 32 fólk vórðu særd hjá fleiri teirra stendur illa til. Ferðafólk Fólkini í bussinum vóru ferðafólk, sum júst vóru komin komin við einum flogfari úr Tel Aviv í Ísrael. Flestu av teimum deyðu og særdu eru ísraelar, sigur ísraelska uttanríkisráðið í eini fráboðan. Myndugleikarnir í Bulgaria hava staðfest, at talan var um eina bumbu, og teir handfara málið sum eina yvirgangsatsókn, sigur bulgarska útvarpsstøðin BNR. Myndugleikarnir siga, at tað var eitt sjálvmorðsbumbufólk, sum stóð fyri atsóknini. Persónurin hevði eitt falskt koyrikort úr USA við sær, segði innanríkisráðharrin, Tsvetan Tsvetanov, á tíðindafundi. Líktist øðrum ferðafólkum Og stutt áðrenn middag kundu fjølmiðlar almannakunngera sjónbandamyndir av einum manni, sum tey halda vera gerningsmaðurin. Hann kom fram á vakmyndatólum á flogvøllinum ein tíma áðrenn atsóknina. Maðurin líkist einum vanligum ferðafólki hevur langt hár, er í stuttum buksum, kaskett og hevur rygsekk. Bulgaria fer at gera sítt ítarsta at finna orsøkirnar til hesa ræðuligu hendingina, sigur uttanríkisráðharrin, Nikolay Mladenov. Amerikanski forsetin, barack Obama, fordømir hendingina, sum hann skýrir eina ráa yvirgangsatsókn. USA fer at standa saman við okkara sameindu og lata neyðugu hjálpina til at finna og revsa gerningsfólkini, sigur Obama, sum vissar um, at USA heldur rimmarfast um sínar skyldur at verja Ísrael. Ísrael lovar hevnd Ísrael fer at gera alt fyri at finna tey seku og revsa tey bæði tey sum útintu álopið og tey, sum fyrireikaðu tað, sigur ísraelski verjumálaráðharrin og fyrrverandi formaðurin í Arbeiðaraflokkinum, Ehud Barak. Ísrael hevur sent 8 fólk til Bulgaria at kanna vanlukkuna. Burgas liggur við Svartahavið, og nógv fólk lenda við flogvøllin í Burgas, tá tey skulu til vælumtóktu strendurnar í økinum. Økið, har leitað verður og kanningar verða gjørdar, er framvegis avbyrgt fyri almenninginum. Kriminalløgreglan hevur fingið nýggjar upplýsingar í drápsmálinum um Dánjal Petur Hansen, Pidda. Tað eru annars góðir tveir mánaðir síðani, at kriminalpolitiið metti seg vera liðugt at kanna málið. Góð prógv Vit halda okkum hava góð prógv fyri, at varðhaldsfongslaði maðurin hevur dripið Dánjal Petur Hansen, segði Bergleif Brimvík, kanningarleiðari, við útvarpið 15. mai. Málið móti manninum, sum er skuldsettur fyri at hava dripið og burturbeint Dánjal Petur Hansen, kemur fyri rættin 3. september. Men nú hava nýggir upplýsingar í málinum fingið kriminalpolitiið at gera nýggjar kanningar við servandum hundum, og tær verða gjørdar í Neshaganum við Toftir. Løgreglan hevur í løtuni ongar viðmerkingar til málið. Dánjal Petur Hansen var seinast sæddur 5. november í fjør. Tað segði ST í fjør. Og tað eigur ikki at fara aftur við borðinum uttan at nakað verður gjørt fyri at føroysk børn fáa øll rættindi, tey eiga. Tað heldur Amnesty Føroya deild, sum nú fer at varpa ljós á á barnarættindi og menniskjahandil í Føroyum. Amnesty Føroya deild heldur tað vera neyðugt at rópa hart um barnarættindi og vísa á, júst hvørji rættindi eru galdandi fyri øll børn í Føroyum. Plakat við 41 greinum Amnesty Føroya deild gjørt eina plakat við øllum 41 greinunum í altjóða barnarættindasáttmálanum, sum Føroyar undirskrivaðu í 1993. Endamálið er, at føroysk børn fara at kenna síni rættindi. Í niðurstøðunum og átalunum, sum ST nevndin gjørdi í 2011 um støðuna hjá børnum í Føroyum, varð víst á, at fylgissáttmálin um sølu av børnum, barnaprostitutión og barnapornografi eigur at verða settur í gildi í Føroyum. Vita ov lítið um barnarættindi Í Føroyum fáa børn og vaksin, sum arbeiða við børnum, ikki nóg nógv at vita um rættindini hjá børnum, sigur Jacoba Kruse, aðalskrivari í Amnesty Føroya deild. Vantandi upplýsing var eitt, sum ST nevndin átalaði føroysku myndugleikarnar fyri í fjør. Altjóða barnarættindadagur er tann 20. november. Tí hevur Rúsan nú tvey uppskot um, hvussu kravið kann broytast, so tað verður lættari at reka Rúsuna Gerið Rúsdrekkasøluna til alment partafelag. Ella setið kravið um avlop eftir søluni. Verður Rúsdrekkasølan alment partafelag, fær landskassin vinningsbýti av vinninginum. Hin møguleikin er at seta avlopskravið eftir umsetninginum ella sum serligt avgjald eins og onnur avgjøld á rúsdrekka. Trupult at liva upp til kravið Rúsan megnaði heldur ikki í fjør at halda kravið um avlop. Ein hálv millión restaði í.Og Rúsan seldi eisini minni í fjør enn bæði í 2010 og 2009. Rúsan seldi fyri 117,7 milliónir krónur í fjør. Tað er stívliga hálvttriðja prosent minni enn í 2010, vísir ársfrágreiðingin fyri í fjør. Tey vita ikki, hví sølan minkaði. Tað kann vera ábending um, at fólk drekka minni. Tað kann eisini vera, at fólk eru farin at keypa meira øl frá bryggjaríunum enn í handlunum hjá Rúsuni. Sølutølini hjá Rúsuni umfata ikki søluna hjá bryggjaríunum. Og kanska verður meira selt tollfrítt, sigur Rúsan eisini í ársfrágreiðingini. Arbeiðið við nýggja Rituvíkarvegnum er nú liðugt, og leygardagin skipar Landsverk fyri hátíðarhaldi í sambandi við, at vegurin nú alment verður tikin í nýtslu. Talan er um nýggjan tilkoyringarveg av Rituvíkshálsi til bygdina. Hesin nýggi teinurin, sum er umleið 1,2 kilometrar langur, er ein tvíbreytaður landsvegur við vegøksl og bilverju, ið gongur frá vegamótinum Rituvíkarvegur AElig ðuvíkarvegur móti Rituvíkar bygd. Hátíðarhald Í sambandi við at Rituvíkarvegurin nú er liðugur, verður skipað fyri hátíðarhaldi leygardagin 21. juli klokkan 13.30, har Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, heldur røðu og klippir snór. Nes Sóknar Musikfelag spælir í sambandi við hátíðarhaldið. Aftan á hesa hátíðarløtuna, ið fer fram á Rituvíkshálsi, har nýggi vegateinurin byrjar, gongur leiðin oman í skúlan í Rituvík, har motorsúklur koyra undan, meðan fólk ganga, og bilar koyra í hølunum. Í skúlanum bjóðar Landsverk kaffi og køkur, og síðani heldur Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar Kommunu, røðu. Grønlendska landsstýriskvinnan í fiskivinnumálum, Ane Hansen, hevur biðið íslendska starvsbróður sín um eina frágreiðing, eftir at grønlendska nótaskipið, Erika, ikki slapp at landa makrel í Íslandi. Royndarloyvi Erika hevur royndarloyvi at fiska makrel í grønlendskum sjógvi og hevur 550 tons. Sleppur skipið ikki av við makrelin skjótt, fer hann til ídnað, og tá fæst nógv minni fyri hann. AElig tlanin var at royna at landa í Føroyum, skrivar blaðið Sermitsiaq. Ísland brúkar júst somu grundgeving sum Norra og ES brúka móti Íslandi og Føroyum. Tað er, at ikki er loyvt at keypa fisk frá útlendskum skipum, sum fiska av stovnum, sum semja ikki er um. Eisini steðgað íslendskum trolarum Og íslendskir myndugleikar hava steðgað tveimum íslendskum trolarum, sum við grønlendskum loyvi gera royndir eftir makreli í grønlendskum sjógvi. Tveir stórir frystitrolarar, annar er gamli Hvilvtenni, royna eftir makreli við Eysturgrønland. Talan er um royndarveiðu fyri grønlendska landsstýrið. Men íslendska fiskimálaráðið hevur givið skipunum boð um at gevast. Orsøkin er, at íslendsk skip skulu hava loyvi frá íslendsku myndugleikunum at fiska aðra staðni enn í íslendskum sjógvi. Og slíkt íslendskt loyvi hava trolararnir ikki, sum við grønlendskum loyvi fiska makrel í grønlendskum sjógvi. Herfyri noktaði føroyska Fiskimálaráðið føroyskum skipum at gera eina roynd eftir makreli í altjóða sjógvi í Irmingarhavinum. Erika avreitt í Fuglafirði Seinasta nýggja er, at Erika í gjár var á Fuglafirði, har makrelurin var avreiddur til Havsbrún. Veiðan var ov gomul til matna, og tískil fer alt til ídnað. Íslendingar eiga ein triðing í Eriku. Fólk frá Havstovuni eru júst afturkomin av makrelkanningum, har tey við skipinum Christian í Grótinum hava kannað nøgdirnar av makreli í føroyskum sjógvi. Kanningarnar eru skipaðar sum felagskanningar saman við íslendingum og normonnum. Endamálið er at kanna nøgdinar og útbreiðsluna av makreli um summarið, tá hann er í norðurhøvum fyri at finna sær føði. Hetta er triðja ári á rað, at hesar kanningar verða gjørdar, og í mun til august síðsta ár var samlaða veiðan fyri hvønn fjórðing væl hægri í ár. Samlaða veiðan av makreli var tó á leið tann sama, men væl meir av sild varð fingin í ár í mun til august í fjør. Úrslitini frá kanningunum verða endaliga viðgjørd á felags fundi millum luttakandi londini seinni í summar, og verða kunngjørd í eini felags frágreiðing eftir fundin. Eydnast ikki at fáa semju um makrelin á ráðharrafundinum millum ES, Norra og Ísland tann 3.september, er stór undirtøka millum ES ráðharrar fyri at seta í verk tiltøk móti Føroyum og Íslandi. Tað er greitt eftir fundin hjá fiskimálaráðharrunum í ES mánadagin. Írland, sum er ágrýtnast av øllum ES londum at fáa í lag handilsforðingar móti Føroyum og Íslandi, fekk í lag ráðharrafundin mánadagin. Føroyar eru ikki bodnar við á markrelfundin í Brússel fyrst í september. Fundurin varð avtalaður í Reykjavík fyrst í juli, tá ráðharrar og landsstýrisfólk í londum við Norðuratlantshav høvdu sín árliga fund um fiskivinnu. Tá makrelkvotan bvarð býtt politiskt millum ymsu skipabólkarnar, og 3000 tons fullu til bólkin, sum fevnir um útróðrarbátar, garnaskip og skip, sum fiska skeljadjór, dugdu flestu útróðrarmenn at síggja skriftina á vegginum. Men nú er skriftin feld á blað Í einum svari til samtakið Sjófeli , sum vegna 103 navngivnar útróðrarbátar søkti um 15 prosent av føroysku eginkvotuni av makreli. Í Noregi fáa útróðrarbátar 15 prosent Sjófeli vísti í umsóknini á, at í Noregi fáa útróðrarbátar 15 prosent av makrelkvotuni. Meðan makrelbýtið millum skipabólkarnar varð gjørt politiskt so byggir noktandi svarið úr Fiskimálaráðnum til Sjófeli einans á løgfrøðina. Fiskimálaráðið vísir á lógina um vinnuligan fiskiskap, sum sigur, at at tað er eigarin av einum fiskifari, sum fær útskrivað fiskiloyvi. Tí er ikki heimild fyri at lata einum samtaki ella felagi eitt fiskiloyvi, har rættindini hjá fleiri fiskiførum eru løgd saman í eitt fiskiloyvi, sigur Fiskimálaráðið. Samtakið Sjófeli ætlaði at savna makrelkvotuna til útróðrarflotan saman og síðani útvega sær eitt nótaskip til at fiska kvotuna. Peter Thaysen, leiðandi politiinspektørur, sigur í tíðindaskrivi, at sum avleiðing av nýggjum upplýsingum fer løgreglan í dag at gera kanningar við servandum hundum. Kanningarnar verða gjørdar í økinum kring Nes. Økið verður stongt fyri almenninginum, meðan kanningarnar fara fram. Meira vil løgreglan ikki siga um málið í løtuni. Tá kanningarúrslitið er greitt, senda vit eitt nýtt tíðindaskriv út, sigur Peter Thaysen, leiðandi politiinspektørur í tíðindaskrivinum. Fyrrverandi stjórin í fyritøkuni, Injector Trawldoors, sum er føroyingur, og roknskaparleiðarin í fyritøkuni, eru ákærdir fyri svik. Teir nokta seg sekar. 13 dagar eru settir av til rættarmálið, sum heldur fram 8.oktober. Sjey rættarfundir eru ásettir í oktober og november, tá millum annað vitni úr Føroyum og øðrum londum skulu avhoyrast í rættinum í Horsens. Stjórin á Havstovuni, Eilif Gaard, ger púra greitt, at fær Havstovan ikki útvið tvær milliónir krónur, so verður føroyska havrannsóknarskipið lagt. Og tað merkir aftur, at ongar yvirlitstrolingar verða gjørdar. Eg vóni, at politiski myndugleikin ger sítt ítarsta til tess at finna pening, so vit kunnu reka skipið restina av árinum, annars kunnu eitt nú ongar yvirlitstrolingar gerast. Og yvirlitstrolingarnar verða brúktar sum ein týdningarmikil partur av stovnsmetingunum av okkara botnfiskastovnum, toski, hýsu og upsa í hesum førinum. Og stovnsmetingar skulu til í dag, annar kann vera trupult at selja fisk yvirhøvur, sigur stjórin á Havstovuni, Eilif Gaard. Illa farin Magnus Heinason er so illa farin, at klassaeftirlitið hevur sett forboð fyri at skipið loysir. Skipið sleppur ikki at sigla, fyrr enn umfatandi umvælingar eru gjørdar. Í løtuni er Magnus heinason á beding á skipasmiðjuni hjá Mest í Havn. Umvælingarkostnaðurin verður tikin av rakstrarjáttanini hjá Havstovuni. Men ein eykajáttan má til, um Magnus Heinason skal gera yvirlitstrolingar í august. Annars verður skipið lagt, hóast tað er umvælt. Roynir at finna neyðuga peningin Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, ætlar at finna neyðugu pengarnar til magnus Heinason. Eykajáttanin skal vera útreiðsluneutral, og tað merkir, at landsstýrismaðurin skal finna pengarnar aðrastaðni á sínum øki. Hvar, veit hann ikki enn. Men tað fer umsitingin at arbeiða við nú, sigur hann. Heilsufrøðiliga Starvsstovan fer at kanna allan matin, ið verður seldur í smáu sølubásunum á G festivalinum, Summarfestivalinum og á ólavsøku, skrivar Portalurin. Vandin er ofta, at maturin ikki verður goymdur í køliskápi, og at kjøtið ikki verður fullstokt, sigur Ingibjørg Egholm, eftirlitsfólk á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Fólk mugu vera trygg Tað eru nøkur minstakrøv til handfaring og staðið, har maturin verður seldur. Vit fara at hyggja eftir, um tey hava handvask, so tey kunnu vaska hendur, um tey hava nóg mikið av borðplássi, um kuldaskáp er tókt, og so at maturin kann goymast og ikki spillist. Sum heild skulu viðurskiftini vera trygg, so fólk ikki gerast sjúk, sigur Ingibjørg Egholm. Fyrstu ferð Hetta er fyrstu ferð, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan kannar matin, ið verður seldur á festivalum og stevnum. Í ár verður maturin bert kannaður á stóru festivalunum og á Ólavsøku, men í framtíðini fer Heilsufrøðiliga Starvsstovan eisini at hyggja eftir matinum, ið verður borðreiddur á minni tiltøkum og stevnum. Heilsufrøðiliga Starvsstovan brúkti næstan ein mánað um at viðgera eina umbøn um alment innlit. Hetta hóast lógin sigur, at støða skal takast til eina innlitsumbøn skjótast gjørligt. Skjótast tilber Innlitslógin ásetur, at myndugleikin sum skjótast skal gera av, um innlit verður givið, og hvussu hetta verður gjørt. Um støða ikki er tikin til hetta innan 10 dagar frá tí, at umbønin er móttikin, skal myndugleikin boða viðkomandi frá orsøkini til hetta, og nær ein avgerð er væntandi. Heilsufrøðiliga Starvsstovan fekk innlitsumbønina tann 30. mai í ár, men avgerð verður ikki send til klagaran fyrr enn 29. juni tað vil siga 29 dagar seinni. Hetta er alt ov leingi, heldur Umboðsmaðurin, sum gevur Heilsufrøðiligu Starvsstovuni eina átalu fyri drálið. Umboðsmaðurin sigur, at onki bendir á, at talan var um nakað serliga fløkjasligt ella torført mál, og tí átti Starvsstovan at kunna avgreitt umbønina skjótari. Teir royndu at koma upp á Trøllkonufingur í fjør, men tá noyddust teir at gevast. Tá vantaðu einir 20 metrar í, til teir vóru á toppinum. Men nú eru teir so á veg uppaftur. Tað var eitt sindur ókyrt í morgun, so motorsiglarin motorseglbáturin , teir vóru við, kundi ikki leggja at. Í staðin fóru teir í land í einum minni báti. Sum skilst hevur tað gingið væl higartil í dag. Teir hava fingið sær ein bita og ein lúr, áðrenn teir løgdu á aftur. Teir hava vón um at koma uppá annaðhvørt í kvøld ella í morgin. Teir, sum hesa ferð royna at koma upp á Trøllkonufingur, eru Herman Eysturoy, Absalon Eysturoy, Heini Hátún, Hjálmar Hátún, Aksel Poulsen, Bjartur Lamhauge og ein dani, sum vit tíverri ikki hava navnið á. Sum skilst er hann vanur at klatra, millum annað í Alpunum. Søgurnar eru eitt sindur ymiskar um, nær nakar seinast hevur roynt at komið upp á Trøllkonufingur. Ein søga sigur, at seinast ein roynd varð gjørd, var undir kongavitjanini í 1874. Tann royndin miseydnaðist, tí maðurin datt oman. Áðrenn endaligi sáttmálin verður undirskrivaður, skulu grannskoðari, sakførari og tryggingarfrøðingur kanna Lív, so einki kemur afturumaftur, tá fakfeløgini hava skrivað undir. Harafturat fær Ognarfelagið Lív eitt treytað gávubræv upp á hina helvtina av Lív. Umboðsráð og starvsnevnd Treytin er, at í Ognarfelagnum verður valt ein umboðsráð, 35 fólk, sum so velur starvsnevnd. Fakfeløgini ætla at fáa meirilutan, minst 18 fólk, í umboðsráðið. Umboðsráðið skal gera partaeigaravtalu við fakfeløgini. Og endaliga úrslitið skal gerast tað, at Ognarfelagið og nýggja partafelagið hjá fekfeløgunum leggja saman, so nýggja partafelagið eigur Lív 100 prosent, sigur Pætur Niclasen, formaður í S amp K, sum er talsmaður hjá fakfeløgunum. Hann sigur, at tá handilin er avgreiddur, hevur Lív fingið 2000 fleiri viðskiftafólk, tí fakfeløg, sum hava avtalur um eftirløn við veitarar í Danmark, noyðast at fáa sær eftirlønarveitara í Føroyum. Og tey vera við í fakfelagssamtakinum, sum skal keypa Lív. Slættaberg hevur mist fiskiloyvið í fýra vikur. Slættaberg boðaði frá, at hann hevði 150 tons av makreli av sínum fyrsta túri. Teir landaðu í Kollafirði. Menn av Tjaldrinum kannaðu veiðuna hjá skipinum, og knappliga triðingurin, 32 prosent, var sild. Hámarkið fyri sild sum hjáveiða er 10 prosent. Mist fiskiloyvið í fýra vikur Fiskiveiðueftirlitið váttar, at eitt skip hevur mist fiskiloyvið í fýra vikur. Fiskiveiðueftirlitið upplýsir tó ikki navnið á skipinum, men Útvarpið veit, at talan er um Slættaberg, sum samtrolaði við Nærabergi. Teir noyddust at bróta túrin av, tí Næraberg fekk maskinbrek. Fýra vikur uttan loyvi at fiska er harðasta revsing, sum til ber at fáa fyri at hava ov nógva hjáveiðu. Slættaberg hevur tó eisini loyvi at virka sum móttøkuskip á makrelfeltinum. Forboðið umfatar bara loyvið hjá Slættabergi at fiska. At Svøríki liggur sum nummar 21 á listanum hjá UNWTO merkir, at landið liggur framman fyri ferðavinnulond sum Suðurafrika, Kroatia, Brasilia og Meksiko. Svøríki liggur eisini langt framman fyri onnur norðurlond sum Finnland, Danmark og Noreg. Nummar 10 í Evropa Verður hugt at, hvussu svenska ferðavinnan klárar seg í Evropa, ja, so liggur Svøríki nummar 10, framman fyri Kroatia og Portugál, og beint í hølunum á Grikkalandi og Hollandi. Tølini hava talað fyri seg seinastu árini. Svøríki verður áhugaverdari ferðamál fyri hvørt ár sum gongur, sigur stjórin í VisitSweden, Thomas Bruhl. Fyrstu 5 mánaðirnar í ár hava vit serliga útflutt munandi meira alifisk enn somu mánaðir í fjør. Heili 24 tús. tons av laksi eru útflutt fyri 720 milliónir krónur Størsta vøksturin í útflutningi síggja vit í uppsjóvarfiski, har vit hava útflutt fyri útvið 40 prosent meira enn í fjør. Tað er serliga svartkjaftur, ið vit hava útflutt meira av í ár. Útflutningurin av flundrufiski er vaksin 26 , og er tað serliga útflutningurin av svartkalva, sum er nógv størri í ár enn í fjør. Eisini útflutningurin av botnfiski er øktur. Tað er serliga upsi, sum vit útflyta meira av, meðan tað er útflutt minni av toski. Norskur granskari væntar, at talið á lundum fer at minka við millum sjey og tíggju prosentum til 2017. Tað skrivar FiskeribladetFiskaren. Hetta merkir, at norski lundastovnurin minkar við einum triðingi næstu árini. Ongin framgongd hevur verið at sæð síðan 2006, og síðan ein stór teljing varð gjørd í 1979 er bara ein fjórðingur eftir av stovninum. Bara eitt egg Tá vit hava havt seks ár á rað, uttan at lundapisur koma undan, so fara vit at síggja eina afturgongd eisini komandi árini, sigur Tycho Anker Nilssen, seniorgranskari við Norska Stovninum fyri Náttúrugransking NINA . Hann heldur, at undapisurnar hava lítlan møguleika at yvirliva, tí tað er so lítil føði til tær. Tískil væntar Anker Nilssen, at talið á lunda fer at minka við sjey til tíggju prosentum fram til 2017. Sild Tað er serliga sildin, sum er týdningarmikil hjá lunda. Summi bera ótta fyri, at seismikkurin, sum er skotin uttan fyri Lofoten, styggir sildina, sum er á veg norðureftir, burtur. Eg skilji óttan, tá smærri økir gerast so nógv øðrvísi. Lundin er sjálvt høvuðstekinið um eitt gott og ríkt havumhvørvi. Men um seismikkurin hevur nakra ávirkan á sildina, tori eg ikki at siga nakað um, sigur Tycho Anker Nilssen, við FiskeribladetFiskaren. Eftir ymsar umvælingar vóru tey bæði skipini royndartúr í farnu viku, og tá varð nýggja fabrikkin umborð á Vesturleika roynd. Nýggja frystikervið varð eisini roynt á royndartúrinum. Onga netatrumlu Vesturleiki hevði onga netatrumlu áðrenn umbyggingina. Nú hevur Klaksvíkar sleipistøð gjørt eina nýggja trumlu til skipið. Túrurin gekk sera væl, og útgerðin virkaði eftir ætlan. Umframt at skipini eru umbygd, so hevur samtakið gjørt ymiskt viðlíkahaldsarbeiði. Umbyggingin er gjørd av einum samtaki, ið Klaksvíkar sleipistøð hevur staðið á odda fyri. Í hesum samtakið eru eisini Articon, El service, Univice, Kølemadsen, Vágs skipasmiðja og Sandblásing. Føroyska ratingin er enn sum áður Aa3, ið er 4. besta ratingin í einum stiga av 21 møguligum ratingum, ið Moody s kann geva. Ratingin er tó eins og fyrra ratingin givin við negativum útlitum, ið merkir, at tað er ávísur møguleiki fyri at ratingin kann lækka. Ratingin frá Moody s hevur týdning, tá rentan á lánum landskassans skal ásetast. Undirskotið má burtur Lánið, ið landskassin tók í vár, var við 1,43 í rentu, ið er ein søguliga lág renta. Fyri at varðveita ratingina og eina so lága rentu sum gjørligt, er tó sera týdningarmikið, at undirskot landskassans verður burtur komandi árini sum ætlað, og tí má hetta vera millum hægstu fíggjarpolitisku málsetningar landsstýrisins, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum. Í morgun lovaðu ísraelskir myndugleikar 40 palestinum úr Gaza at vitja í einum ísraelskum fongsli. Hetta er fyrstu ferð í fimm ár, at fólk úr Gaza sleppa at vitja í ísraelskum fongslum. Loyvið er liður í eini avtalu, sum varð gjørd í mei mánað í sambandi við at 1600 palestinskir fangar fóru í hungursverkfall. Settu bann í 2007 Ísrael setti í 2007 bann fyri at familjur úr Gaza kundu vitja avvarðandi í ísraelskum fongslum. Hetta hendi eftir at hernaðarligir palestinar burturfluttu ein ísraelskan hermann og hildu hann fanga til 2011, tá hann varð útflýggjaður fyri 1000 palestinskar fangar. Ísraelsku myndugleikarnir skerdu tá eisini møguleikarnar hjá fangunum at fáa undirvísingartilfar og at síggja sjónvarp. Ein talsmaður fyri palestinsku fangarnar í ísraelsku fongslunum sigur, at skipanin við vitjanum er ikki nøktandi. Ov fáar familjur sleppa at vitja, og nógvar avmarkingar verða gjørdar í vitjanunum, sigur hann. Í mínum embæti havi eg eisini skyldu til at fortelja fólkinum eina søgu, sum vekir bjartskygni og mál og gevur fólkinum kensluna av at vera ein eind. Hetta er serliga umráðandi í ringum tíðum. Obama vónar, at hann fær møguleikan at rætta síni mistøk. Hann ætlar at fara meira úr Washington og brúka tíð saman við amerikanska fólkinum og lurta eftir teimum. Republikanski kappingarneytin, Mitt Romney, finst hvassliga at útsøgnini hjá forsetanum. Obama heldur, at fólk í milliónatali eru arbeiðsleys og hava mist hús og heim, tí hann ikki hevur fortalt teimum eina góða søgu. Ein forseti skal ikki fortelja eina góða søgu, men standa á odda, sigur Mitt Romney sambært Ritzau. Tað sigur Gunnar Holm Jacobsen, sendimaður í Brússel. Og tað hevur hann fingið at vita frá álítandi keldum í ES ráðnum, sigur hann. Eina ferð í oktober hevur ES amboðið klárt at brúka móti Føroyum og Íslandi fyri at fáa londini bæði at góðtaka makrelkvoturnar, sum ES og Norra bjóða teimum. Heimmildin samtykt Fiskivinnunevndin hjá ES samtykti mikudagin einmælt heimildina. Og í september fara ES ráðið og ES tingið endaliga at samtykkja heimildina. Hon skal síðani lýsast í kunngerðarblaðnum hjá ES og kemur so í gildi 20 dagar seinni. AElig tlar ES at seta í gildi innflutningsbann móti Føroyum og Íslandi, fáa Føroyar og Ísland ein mánað at hugsa seg um og gera, sum ES krevur. Gera tey ikki tað, verða tiltøkini sett í verk. Ger innflutningsbannið ikki mun, kann ES eisini seta handilsforðingar móti skipasølum og nokta føroyskum og íslendskum skipum at koma í ES havn. Sambært Simon Wiesenthal stovninum í Jerusalem var 97 ára gamli Ladislaus Csizik Csatary løgregluovasti í Kosice í Slovakia, sum tá var undir ungarnskum ræði. Sambært stovninum var hann ein av høvuðsmonnunum, tá 15.700 jødar vórðu fluttir til Ausxhwitz. Bert 400 komu týningarleguna á lívi. Hetta hevur gjørt Ladislaus Csizik Csatary til ein av tíðarinnar mest eftirlýstu krígsbrotsmonnum. Tað var The Sun, sum í vikuskiftinum avdúkaði, at eftirlýsti krígsbrotsmaðurin heldur til í Ungarn. Sambært Wiesental stovninum flýddi krígsbrotsmaðurin til Kekka tað var beint eftir 2. heimsbardaga . Meðan hann var í Kekkia, varð hann dømdir til deyða in absentia . Svimjarin, Magnus Jákupsson, setti í gjárkvøldið aftur føroyskt met og juniormet, tá ið hann saman við danska liði sínum vann danmarksmeistaraheitið í 4 x 100 metra ryggsvimjing. Magnus Jákupsson svam sum fyrsti maður 100 rygg við tíðini 56.64, har føroyska metið og juniormetið hjá honum var 57.91. Tíðin var munandi skjótari enn teir, sum vunnu heiðursmerki hóskvøldið og heldur ikki langt frá Mathias Gydesen, sum skal svimja hesa grein á OL. Tað sigur nýggi samráðingarleiðarin hjá Íslandi, Sigurgeir THORN orgeirsson, við Morgunblaðið. Og enn ber als ikki til at siga nakað um, hvussu nógvur makrelur er í íslendskum sjógvi í summar, tí kanningarnar eru ikki lidnar enn. Ikki fyrr enn í fyrsta lagi í næsta mánað ber til at siga nakað um, hvør støðan er hjá makrelinum, sigur Jóhann Sigurjónsson, stjóri á íslendsku havstovuni. Írland í øðini Írland, sum er ágrýtnasta ES landið í makrelstríðnum móti Íslandi og Føroyum, sigur í einum uppriti til fundin hjá ES ráðnum í dag, at tilboðið til Føroya um 8 prosent og til Íslands um 7,5 prosent av heildarmakrelkvotuni eigur at verða tikið aftur. Sambært Írlandi eigur Ísland nú rætt til nógv minni enn 7,5 prosent, tí nógv minni makrelur er nú í íslendskum sjógvi. Í løtuni kanna skip úr Noregi, Íslandi og Føroyum makrelin á einum stórum øki í Norðuratlantshavi. Fyri Føroyar er nótaskipið Christian í Grótinum við í kanningini. AElig tlanin at umvæla altartalvuna hevur fleiri ár á baki, men arbeiðið hevur drigið út, tí ivi hevur verið um ognarviðurskiftini og tí tað kostar so nógv at umvæla altartalvuna. Men í vetur komu seinastu avtalurnar upp á pláss. Avtala er gjørd millum kirkjuráðið í Klaksvík, Føroya Stiftstjórn og Statens Museum for Kunst um, at Christianskirkjan í fyrstu atløgu hevur altartalvuna til láns frá Statens Museum for Kunst til ár 2086. Og tí verður altartalvan nú umvæld. Stuðul er veittur til umvælingina. 3 milliónir krónur eru játtaðar úr Mærk grunninum, tvær milliónir krónur úr Augustinus grunninum og Becket grunnurin hevur latið 425.000. krónur. Haraftrat hevur Føroya Kirkja játtað eina millión krónur til umvælingina. Sostatt er øll játtanin komin upp á pláss, tí roknað verður við, at meirvirðisgjaldið verður endurgoldið sambært lógini, skrivar Kirkjuráðið í Christianskirkjuni í tíðindaskrivi. Listamaðurin, Joakim Skovgaard, málaði í 1901 upprunaliga altartalvuna, sum myndar stóru kvøldmáltíðina, til dómkirkjuna í Viborg í Danmark. Stóra kvøldmáltíðin , sum altartalvan eitur, varð sett upp í Christianskirkjuni í 1963, tá ið kirkjan varð bygd. Umvælingin byrjar fyrst í september og verður liðug í mai mánaði næsta ár. Tað verða serfrøðingar úr Danmark, ið fara at gera arbeiðið. Tað sigur landsstýrismaðurin í innlendismálum, Kári P. Højgaard. Í felags opnum brævi til landsstýrismannin í innlendismálum og fútan krevja Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavík, og Gunvá við Keldu, borgarstjóri í Klaksvík, at politistøðirnar í Runavík og Klaksvík veita borgarunum í økinum betri tænastur, ítøkiliga við at hava opið hvønn yrkadag. Magnus Rasmussen og Gunvá við Keldu siga seg hava fingið lyfti um á kunnandi fundi 22.september í fjør, at hóast bygnaðarbroytingar hjá politinum, fóru politistøðirnar framhaldandi at vera opnar hvønn yrkadag. Kári P.Højgaard sigur, at í felagsmálum eigur landsstýrið at verða kunnað um broytingar, men hendan kom ongantíð til hann, sigur hann í samrøðu við Kringvarp Føroya. Landssjúkrahúsið noktaði upprunaliga at gjalda, men tann avgerðin varð kærd til Kærunevndina í almanna og heilsumálum. Og Kærunevndini gav kæraranum viðhald. Talan er um føroying á sjúkrahúsi í Danmark. Mamma sjúklingin fekk játtað at fara til Danmarkar og búgva á Hotel Tórshavn í átta dagar. Tað rindaði Landssjúkrahúsið. Men fýra dagar, áðrenn mamman kemur til Danmarkar, býr systir sjúklingin, sum annars býr í Danmark, har hon gongur í skúla, á Hotel Tórshavn. Og hetta uppihaldið vildi Landssjúkrahúsið ikki gjalda. Kærunevndin sigur, at tá Landssjúkrahúsið ávísti fylgjara í átta dagar, eigur Landssjúkrahúsið eisini at ávísa fylgjara teir fýra dagarnar frammanundan. Talan var ikki um at ávísa tveir fylgjarar, men at skifta ein fylgjara út við ein annan. Foreldrini Foreldrini, ikki Landssjúkrahúsið, bóðu systurina fara á sjúklingahotellið. Uttan heimild og ávísing frá yvirlækna kundi Landssjúkrahúsið ikki rinda fyri uppihaldið. Men Kærunevndin sigur, at Landssjúkrahúsið skal gjalda, tí var mamman farin til Danmarkar fýra dagar fyrr, hevði hon fingið uppihaldið fyri teir dagarnar goldið. Jens B. Frederiksen, landsstýrismaður í samferðslumálum, var í gjár í Kangerlussuaq, og hann segði, at eingin vandi er fyri, at flogvøllurin ikki kann brúkast í framtíðini av ótta fyri vatnflóð. Tað hevur verið óvanliga lýtt í Grønlandi í summar, og tiðnaður innlandsísur fossaði fram við flogvøllinum, sum er sambandið hjá Grønlandi við umheimin. 3,5 milliónir litrar av vatni fóru hvørt sekund eftir ánni við flogvøllin. Hetta er met har á staðnum. Gamla metið var frá 1984, tá tvær milliónir litrar av vatni um sekundið fóru eftir ánni. Ein brúgv sunnan fyri farstøðina hevur fingið skaða og eisini ein vatnleiðing, men flogvøllurin hevur tó vatn, skrivar blaðið Sermitsiaq í dag. Áin tók eina 20 tons tunga gummigeit við sær, sum var hon ein bóltur. Nú tað sigst, at veðurlagið verður lýggjari og lýggjari er sannlíkt, at styttri verður millum slíkar vatnflóðir í Paradísdalinum í Grønlandi. Men eftir floymin hesa ferð fara landsstýrið og kommunan at taka stig, sum skulu forða fyri, at skaðar henda. Millum annað skal brúgvin, sum nú fór, styrkjast, og vatnrør og elkaðalar verða fluttir, so tey liggja uttan fyri vandaøkið. Men flogvøllurin er ikki í vanda, hvørki beint nú ella í framtíðini, verður sagt. Her hjá okkum er hinvegin so lítið vatn, at í dag brúkar SEV olju til 99 prosent og vind til eitt prosent av elframleiðsluni, vatnorka er eingin. SEV brúkar 900 tons av olju um vikuna, nú turkur er. Fiskivinnunevndin hjá ES tók mikudagin einmælt undir við at geva ES nevndini heimild til at seta forboð móti at innflyta fisk, sum sambært ES ikki verður fiskaður burðardygt, og fisk, sum fæst sum hjáveiða ella á annan hátt hevur tilknýti til fiskin, sum forboð verður sett móti at innflyta til ES. Talan er um fisk yvirhøvur, sum ES metir er ovfiskaður, men tað er einki loyndarmál, at føroyski og íslendski makrelfiskiskapurin er orsøkin til, at ES vil hava heimildina. Heimildin at seta í verk handilsforðingar er ætlað at fáa føroyingar og íslendingar at bakka fyri ES og Norra í makrelstríðnum. Ivi hevur verið um, hvat orðini associated species stóðu fyri. Nú er greitt, at talan er um allan fisk í somu vistfrøðiskipan sum til dømis makrelur, sum makrelur livur av ella fiskur, sum livir av makreli, og fiskur, sum kappast makrelin um føði og pláss, í stuttum merkir associated species til dømis allur fiskur í føroyskum sjógvi, tá talan er um makrel. Sambært tíðindaskrivi frá ES eftir fundin hjá fiskivinnunevndini mikudagin, mælir fiskivinnunevndin til at víðka forðingarnar til eisini at umfata havnastongsul og skipasølur, um innflutningsbannið ikki virkar. Londini, sum ætlanin er at brúka tiltøkini móti, fáa ein mánað at svara frá tí, tiltøkini verða fráboðað til tey verða sett í verk, sigur fiskivinnunevndin. Seinasta orðið er tó ikki sagt enn í ES, tí bæði ES tingið og ES ráðið skulu eisini samtykkja málið. Tær atkvøðugreiðslurnar vera í september. Tað er serliga Írland, sum herjar á í makrelstríðum. Nú halda írar, at ES og Norra eiga at taka aftur tilboðið til Ísland og Føroyar um ávíkavist 7,5 og 8 prosent av makrelkvotuni. Føroyska kravið er minst 15 prosent. Føroyska kvotan í ár er tó 23 prosent. ESráðið hevur fund í morgin, og fer tá at viðgera makrelstríðið. Í einum uppriti hjá írsku sendinevndini, sum fer á fundin í morgin, verður sagt, at nú er ikki longur so nógvur makrelur í íslendskum sjógvi, tí er tilboðið um 7,5 prosent av stórt. Írska stjórnin vil eisini hava Norra at hótta Føroyar og Ísland við somu tiltøkum sum ES nú fyrireikar og harafturat leggja politiskt trýst á Føroyar og Ísland. Audun Mar aring k í Fiskeb aring tsredernes Forbund tekur fult undir við írsku sjónarmiðunum. Seinastu trý árini hava ES, Norra, Føroyar og Ísland havt 13 úrslitaleys samráðingarumfør um makrelin. Herfyri hevði millum annað útvarpið tíðindi um, at arbeitt verður við at stovna eina flogrutu, sum bara skal flyta farm. Tey, sum fáast við hetta, vilja ikki, at nøvn teirra verða almannakunngjørd nú. Men Magni Arge dugur ikki at fáa eyga á tørvin á slíkari flúgving. Fýra tons um dagin Nýggja flogfarið hjá Atlantic Airways kann flyta fýra tons av farmi um dagin millum Føroyar og útheimin. Men so nógvan farm fær flogfarið ikki. Men áhugin fyri farmaflutningi er tó vaksandi, sigur Magni Arge við Portalin. Hann sigur, at tað er nógv dýrari at flyta farm loftvegis enn sjóvegis, so skal talan verða um at útflyta fisk við farmaflogførum, er helst talan um tann dýrasta fiskin til tann marknaðin, sum krevur spillfeskan fisk. Magni Arge avsannar, at Atlantic Airways er við í nýggju ætanini um farmaflutning loftvegis. Í dag hevur verið skipað fyri Strandar hondbólti á Leynarsandi. Rættiliga nógv leikarar hava verið við í kappingini, og veðrið hevur gjørt sítt til, at eisini nógvir áskoðarar vóru til staðar á sandinum og kring Leynarsand. Fyrstu ferð í fjør Skipað varð fyri kapping í strandar hondbólti á Leynasandi fyri fyrstu ferð í fjør. Tað var handbóltsfelagið í Kvívík, HC Kvívík, ið skipaði. Til próvtøkuna fyri summarfrítíðina kærdu fleiri næmingar seg um, at eina uppgávan í fakinum fall uttanfyri pensum, og tískil høvdu næmingarnir ikki reelan møguleika at loysa hana. Føroya Handilsskúli kærdi síðani próvtøkuna til Mentamálaráðið, tí feilurin í tilfarinum kann hava ávirkað samlaða avrikið hjá næmingunum. Í gjár fingu næmingarnir so bræv við tilboði um at fara upp til nýggja próvtøku í fakinum virkisbúskapur . Tað verður latið upp til næmingarnar sjálvar at gera av, um teir vilja upp til nýggja próvtøku 24. august, ella góðtaka karakterin frá royndini í summar. Fara næmingarnir til nýggja próvtøku, verður tann karakterurin galdandi. Helena Dam á Neystabø, skúlastjóri, sigur at orsøkin til feilin kann vera, at í løtuni er eingin frá Føroya Handilsskúla í serligu uppgávu nevndini, sum ger próvtøkutilfarið. Hon fegnast um, at Mentamálaráðið hevur gingið kæruni á møti, soleiðis at teir næmingar, ið ikki eru nøgdir við próvtøkuna í virkisbúskapi, fáa ein kjans afturat í august. Borgarstjórarnir í Runavík og Klaksvík tvíhalda um, at teir hava fingið lyfti um at bygnaðarbroytingarnar hjá politinum ikki fóru at hava við sær verri tænastur fyri eysturoyingar og norðoyingar. Tí krevja vit, at politistøðirnar í Runavík og Klaksvík hava opið hvønn yrkadag, og ikki sum ætlanin er, verða stongdar hvønn fríggjadag, sigur Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavík. Í felags, opnum brævi til landsstýrismannin í innlendismálum og fútan krevja Magnus Rasmussen og Gunvá við Keldu, at politistøðirnar í Runavík og Klaksvík veita borgarunum í økinum betri tænastur, ítøkiliga við at hava opið hvønn yrkadag. Tríggjar smágentur, systrar, 13, 9 og 6 ára gamlar, hava allar latið lív eftir vanlukkuna, sum hendi fyrrapartin hósdagin. Systrarnar spældu í eini ríðihøll, tá fýra stórar ballur við hoyggi koppaðu omanyvir tær. Talan er um ballur, ið kunnu viga upp til 500 kilo stykkið. Tað var pápi teirra, sum ringdi neyðarboð, stutt fyri middag, og boðaði frá vanlukkuni. Á sjúkrahús Sjúkrabilar og bjargingarlið komu á staðið, og fluttu genturnar, fyrst á sjúkrahús í Herning og síðani á serútgjørda sjúkrahúsið í Skeiby. Níggju ára gamla gentan varð staðfest deyð, longu á sjúkrahúsinum í Herning. Í gjár doyði 13 ára gamla systurin eftir løstirnar, ið hon fekk av hoyggj ballunum. Og seinnapartin í dag andaðist so yngsta, seks ára gamla systurin. Enn er ógreitt, júst hvussu leingi genturnar lógu undir hoy ballunum. Danska løgreglan roynir framvegis at fáa greiðu á, hví tungu ballurnar við hoyggi koppaðu oman yvir systrarnar. Kring alt Danmark minnast fólk í kvøld tær tríggjar systrarnar Julie, Michelle og Barbara ið allar lótu lív í syrgiligu vanlukkuni í lítla býnum Hee við Ringkøbing. Tað sigur advokaturin hjá Jóhan Dalsgaard, sum vísir á procedure feilir hjá advokatinum Jens Andrias Vinther, ið stóð fyri søluni av Fámará vegna Búnaðarstovuna. Innlit í málið vísir, at Jens Andrias Vinther kunnaði onkran av teimum, ið bjóðaðu, um, hvat onkur av hinum hevði bjóðað. Og hartil góðtók hann eitt sonevnt rullandi boð , har eini umsøkjarin segði seg vilja leggja 1000 krónur omaná, um onkur annar bjóðaði hægri. Grundleggjandi feilir Thorkild Høyer, advokatur hjá Jóhan Dalsgaard, grundgevur soleiðis fyri at sølan av festinum, um Fiskimálaráðið væl at merkja ikki letur hansara klient fáa festið, sum minstakrav má ganga umaftur Jens Andrias Vinther, advokatur hjá Búnaðarstovuni, greiðir í einum telduposti til Fiskimálaráðið og stjóran á Búnaðarstovuni, sum útvarpið hevur fingið innlit í, frá tilgongdini at selja festið í Fámará. Sambært frágreiðingini var hægsta boð framvegis 100.000 krónur, um morgunin 25.juni, dagin tá freistin at bjóða var úti á middegi. Fleiri boð Men henda fyrrapartin kom so røringur í, og fleiri boð á borðið. Fyrsta boðið var frá Jóhan Dalsgaard, 125.000 krónur kontant og 390.275 krónur sum útlegg sambært eini uppgerð. Also eitt mótkrav fyri arbeiði at hava umvølt bygningar og annað arbeiði í Fámará. Tilsamans 515.275 krónur. Jens Andrias Vinther kunnar síðani Árna Brattaberg, sum átti boðið á 100.000 krónur, um boðið frá Jóhan Dalsgaard. Brattaberg svarar, at hann so væntar at fara at bjóða 520.000 krónur fyri festið. Advokaturin órógvaður Advokaturin verður síðani órógvaður tvær ferðir av telefonsamrøðum um onnur, týðandi mál, sum hasta almikið. Klokkan nærkast nú tólv. Hann roynir tó at fylgja við á telduni, meðan hann tosar. Klokkan 11 49 fær hann teldupost við einum boði uppá 520.000 frá Árna Brattaberg, umframt eitt boð uppá 206.000 krónur frá Niels Winther Poulsen, advokati, fyri ónevndan bjóðara. Klokkan 11 59 sendir Árni Brattaberg ein teldupost afturat, har hann boðar frá, at um so er, at onkur bjóðar meira enn tær 520.000 krónurnar, ið hann longu hevur bjóðað ja, so vil hann bjóða 1000 krónur omaná, upp til 600.000 krónur. Tosar í telefon Ímeðan hann lesir teldupostarnar, og framvegis tosar í telefon, gerst klokkan 12. Eg nái sostatt ikki at boða nøkrum øðrum frá, at tey seinastu boðini eru komin inn, áðrenn klokkan gerst 12, og freistin fyri at bjóða sostatt fer, skrivar Jens Andrias Vinther í teldupostinum til Fiskimálaráðið og stjóran á Búnaðarstovuni. 4. juli innstillar Jens Andrias Vinther, advokatur, til Búnaðarstovuna, at hægsta boð fær festið. Í umrødda telduposti, sum er dagfestur 5. juli, skrivar advokaturin, at eftir hansara tykki eigur Fiskimálaráðið at vera varið við at geva einum máli sum hesum steðgandi virknað orsaka av eini kæri, sum rættiliga opinbart onki grundarlag hevur . Í gjárkvøldi gav Fiskimálaráðið kæraranum, Jóhan Dalsgaard, boð um, at hansara kæra hevur fingið steðgandi virknað, meðan málið verður viðgjørt. Byggivinnan er framvegis tann vinnan í landinum, har sveiggini eru størst. Tað staðfestir nýggjasta konjunkturkanningin hjá Fíggjarmálaráðnum. Treystitalið fór úr minus 32 upp í 27 fyri einum ári síðani fyri síðani at fella niður aftur á minus 32 í januar í ár, men er í nýggjast kanningini komið uppaftur á minus 17. Treystitalið gevur eina ábending um, hvussu vinna og brúkarar meta støðuna beint nú, gongdina seinastu 12 mánaðirnar og gongdina komandi 12 mánaðirnar. Mortan Simonsen, ráðgevi í Fíggjarmálaráðnum, stendur fyri hálvárligu konjunkturkanningunum. Hann sigur soleiðis um stóru sveiggini í byggivinnuni Lisitatión hevur júst verið um projektering av Viðareiðistunlinum. Talan var um innbodna lisitatión millum føroyskar fyritøkur. Bert eitt tilboð kom inn. Tað var LBF fyrrverandi Landsbyggifelagið , ið kom við einasta tilboðnum, sum var upp á 1,78 milliónir krónur. Metti kostnaðurin var umleið 2,0 milliónir krónur. Talan er um at gera tunnil millum Hvannasund og Miðdal og veg hagani til Viðareiðis. Kostnaðurin er mettur til 160 milliónir krónur, og byggitíðin verður umleið trý ár. Støðan við verandi farleið er, at Viðareiðisvegurin er einbreytaður, hóast nakað av vegnum er breiðkaður til tvær breytir. Vegurin liggur í brattlendi og hevur trupulleikar av grótlopi. Landsverk fer nú at kanna tilboðið upp á projekteringina av Viðareiðistunlinum nærri, og eftir ætlan skal verða klárt at fara undir at projektera um miðjan august. Í september 2011 búði 343 fólk á Viðareiði, og miðalferðslan var 433 akfør um samdøgrið. John Terry varð skuldsettur fyri at vera komin við rasistiskum útsagnum móti Anton Ferdinand, ið spælir við Queens Park Rangers. Oktober í fjør John Terry skuldi vera komin við útsagnunum eftir ein dyst millum Chelsea og Queens Park Rangers í oktober í fjør. Terry hevur alla tíðina víst skuldsetingunum aftur, og sambært Sky Sports er hann fríkendur í dag. Fleiri hava stuðlað John Terry hesa tíðina, síðan skuldsetingarnar kyknaðu í fjør. Millum stuðlarnar hava millum annað verið liðfelagar hansara Frank Lampard, Fernando Torres og Petr Cech. Fyrrverandi venjarin hjá Chelsea, Jose Mourinho, hevur eisini stuðlað John Terry í hesum málinum. Búnaðarstovan hevur tvey sløg av tilboðum upp á festið, tvey í pengum og tvey í pengum og mótkrøvum. Og verða mótkrøvini tikin við, hevur uppsitarin seinastu 12 árini nógv hægsta boðið. Men Búnaðarstovan góðtekur ikki mótkrøv sum pengar. Festið varð selt við kravi um bankatrygd fyri boðnum. Og tá hevur maðurin, sum einaferð var festari í Fámara, hægsta boð Viðgerðin ikki byrjað Nú 11 dagar eru farnir, síðani Johan Dalsgaard í Fámara kærdi Búnaðarstovuna til Fiskimálaráðið, er viðgerðin í Fiskimálaráðnum ikki rættiliga byrjað, tí ymiskt samskifti hevur verið millum partarnar. Fiskimálaráðið skal í fyrsta umfari taka støðu til, um kæran skal hava steðgandi virknað, tað er, um Búnaðarstovan skal bíða við at selja festið í Fámara til kæran er avgreidd. Í øðrum lagi bað Johan Dalsgaard um, at alt málið verður tikið frá Búnaðarstovuni og latið øðrum stovni. Steðgandi virknað Rógvi Reinert, aðalstjóri í Fiskimálaráðnum, sigur, at tey fara fyrst at taka støðu til, um kæran frá Johan Dalsgaard skal hava steðgandi virknað. Og sum skilst fær kæran steðgandi virknað, men avgerðin er ikki tikin enn. Tá endaliga freistin at bjóða upp á festi í Fámara var farin, vóru fýra boð. Tvey boð vóru í reinum pengum og tvey vóru bæði í pengum og við mótkravi. Taka við boðini í reinum pengum hevur Árni Brattaberg í Vági hægsta boð, 520.000 krónur, næst hægsta boð hevur Jens Heri Jacobsen í Sumba, 400.000 krónur Jens Heri hevur verið uppsitari í Fámara í 12 ár. Síðani er eitt boð frá Niels Winther Poulsen, advokati, fyri ónevndan bjóðara, tað boðið er 206.000 krónur Fjórða og lægsta boð eigur Johan Dalsgaard, 125.000 krónur Mótkrøv Men so hava Jens Heri Jacobsen og Johan Dalsgaard mótkrøv, Jens Heri fyri at hava verið uppsitari í 12 ár, og Johan Dalsgaard fyri at hava umvælt bygningar og gjørt annað arbeiði í Fámara. Tá mótkrøvini, ella endurgjaldakrøvini, eru tald við, sær røðin soleiðis út Jens Heri Jacobsen bjóðar eina millión og 712.500 krónur, Árni Brattaberg 520.000 krónur, Johan Dalsgaard 515.275 krónur og ónevndi bjóðarin hjá Niels W. Poulsen 206.000 krónur Tekur ikki mótkrøvini við Búnaðarstovan telur ikki mótkrøvini við. Tá festið varð lýst til sølu, stóð í lýsingini, at tey, sum bjóðaðu, skuldu hava váttan frá peningastovni um fígging, sigur Bjørn Patursson, stjóri á Búnaðarstovuni. Og tá er boðið, sum er 520.000 krónur, hægsta boð. Tað boðið eigur Árni Brattaberg. Og enn hevur Búnaðarstovan ikki steðgað viðgerðini av sølumálinum. Búnaðargrunnurin, sum skal góðkenna festibrævið og senda tað til tinglýsingar, mælir frá at steðga søluni, tí tá er vandi fyri, at hægstbjóðandi, Árni Brattaberg, tekur seg aftur. Teir tíggju bygningarnir hjá Fastogn eru mettir at vera 50 milliónir krónur minni verdir enn teir vóru í 2010. Malan er um roknskapartøkni, sigur leiðslan í felagnum. Fastogn brúkar krøvini um avkast, sum verða brúkt í Danmark, sum grundarlag við einum ískoyti upp á eitt prosent, sum leggur upp fyri føroysku viðurskiftunum. Hesin háttur at virðismeta gjørdi, at virðið á teimum tíggju fastognunum hjá Fastogn harvið lækkaði hálvthundrað milliónir í fjør. Við mettu inntøkunum í framtíðini fer ein broyting í avkastkravinum upp á 0,1 prosent at broyta virðisásetingina 8 milliónir krónur antin niður ella upp. Eigur 10 bygningar Fastogn eigur tíggju bygningar, millum annað SMS, Handilskjarnan og Hotel Vágar, og dagsvirðið hjá teimum var mett at vera 417 milliónir í 2011. Fastogn fekk í fjør 27,3 milliónir krónur í leigu, 750.000 krónur minni enn í 2010, tí trý leigumál vóru uppsøgd. Leigarar vóru ikki í Handilskjarnanum og 360 á Hjalla alt árið í fjør. Men nú er eydnast at fáa leigarar inn aftur har, sigur Evy Jacobsen. Ein skrivstovubygningur hjá Fastogn við Hoydalsvegin í Gundadali í Havn er til sølu fyri 4 milliónir krónur Partapeningurin í Fastogn er 148,5 milliónir krónur Eigararnir, Eik og Lív, settu 40 milliónir í felagið í fjør. Helvtin, 20 milliónir, fór til at gjalda niður langfreistaða skuld. Stovnað í 2003 P f SMS, P f Handilskjarnin og Kauphting Føroyar stovnaðu í desember í 2003 partafelagið Fastogn, sum keypir bygningar við tí endamáli at leiga teir útaftur. Í 2008 keyptu Eik Grunnurin og Føroya Lívstrygging hvør sína helvt í partafelagnum. Nú eiga so nýggi Eik Banki og Lív størsta fastognarfelag í Føroyum. Fríggjakvøld eitur nýggja tíðindasendingin í sjónvarpinum í summar. Høvuðssøgan í kvøld snýr seg um stríðið um Fámara. Umframt reportasju frá staðnum, har hønur, hestar og ferðafólk ganga hvørt um annað, kemur stjórin í Búnaðarstovuni á gátt. Stóri spurningurin er, hvussu tú kanst gera av, hvør er best egnaður at gerast festari í festinum, sum einaferð varð slept upp á fjall við stórari skuld og nú knappliga er vorðið eitt stað, sum fleiri vilja fáa hendur á. Vestanstevnan í Sandavági Vestanstevna er í Sandavági. Í tí samband skattað vit dýpið í Vágum, sum er millum fáu oyggjarnar, ið hava upplivað fólkavøkstur síðani aldarskiftið. Seinastu vikuna hevur ein føroysk rørsla móti pedofili tikið seg upp á Facebook. AElig tlanin er at kunngera nøvnini á teimum, sum hava gjørt seg inn á børn. Spurningurin er Skulu nøvnini almannakunngerast ella ikki Fríggjakvøld hevur prátað við eina avvarðandi mammu og ein, sum varð fríkendur í rættinum, men dømdur av fólkinum. Við kjakborðið eru Jógvan Elias Winther Poulsen, løgfrøðingur, og Marjun Nielsen, sálarfrøðingur. Skrivini til umsøkjararnar koma saman við bløðunum, sum Posta vanliga ber út fríggjadag seinnapartar. Hetta merkir, at umsøkjarar úr øllum landinum fáa svar uppá umsókn sína um upptøku at lesa á Setrinum seinni í dag. 213 verða upptikin Í alt 350 umsóknir komu inn til útbúgvingarnar á Fróðskaparsetrinum, og av teimum verða 213 tikin inn. Býtið, av teimum, sum sleppa inn, er soleiðis 30 fara at lesa føroyskt BA , 2 føroyskt hjánám, 34 KT verkfrøði, 15 lívfrøði, 35 lærarar, 35 námsfrøði, 25 samfelagsvísindi, 22 sjúkrarøktarfrøði og 15 fara at lesa søgu. Tað hava verið ymiskir trupulleikar við gomlum installatiónum, tá arbeitt hevur verið inni í bygdini, men kortini verður koyrandi eftir Leirvíksvegnum um mánaðarskiftið oktober november, sigur Danny Osberg Højsted, verkætlanar leiðari hjá Landsverk. Í komandi viku er ætlanin at fara undir at asfaltera fyrsta lagi av asfalt á tann partin, sum gongur frá gamla bátahylinum. Øll verkætlanin skal vera liðug til ársskiftið, skrivar Norlýsið. Voltaren, Ipren, Ibuprofen eller Bonyl er heilivágur, sum nógv kenna. Hetta er sokallaður NSAID heilivágur, ein stytting fyri Non Steroidal Anti Inflammatory Drugs, sum nógv fólk taka dagliga. Nú vísir ein kanning hjá Aring rhus universiteti, at júst hesin heilivágur tvífaldar vandan fyri at fáa blóðtøpp í bein og lungur. Tað nýggja í okkara kanningum er, at vit vísa, at sjúklingar, sum taka slíkan heilivág, eru í størri vanda fyri at fáa blóðtøpp í beinini og lunguni. Vit vita longu frá undanfarnum kanningum, at fleiri sonevndir NSAID heilivágir økja vandan fyri hjartablaktran og blóðtøppi í hjartanum, sigur Morten Schmidt, lækni og phd lesandi á Klinisk Epidemiologiskar deild á Aring rhus Universitetssjúkrahúsi. Nógv størv fara at hvørva komandi fýra árini. Arbeiðsloysið er serliga stórt í teimum suðurevropeisku londunum. Men nógv bendir eisini á, at arbeiðsmarknaðurin viknar í Eysturríki, Belgia, Týsklandi, Luxembourg og Malta. Altjóða arbeiðarafelagsskapurin mælir í eini frágreiðing til, at politisk tiltøk verða sett í verk til tess at tálma høga arbeiðsloysinum. Tað verða ikki bert evrolondini, sum fara at kenna sviðan av, at nógv ganga arbeiðsleys, mem tað fer eisini at ávirka altjóða búskapin, sigur stjórin í ILO International Labour Organisation, Juan Somavia. Ringast í Spania Í Spania stendur ringast til við arbeiðsloysi. Har eru 24,6 prosent av fólkunum arbeiðsleys. Síðan kemur Portugal, har arbeiðsloysið er 15,2 prosent. Í Týsklandi eru 5,6 prosent arbeiðsleys, í Danmark eru tey 6,2 prosent og í Føroyum er arbeiðsloysið 5,5 prosent. Frágreiðingin frá ILO kemur í hølunum á eini forsøgn frá OECD, sum júst hevur gjørt vart við døpru útlitini við teimum nógvu arbeiðsleysu. Sambært OECD skulu 14 milliónir nýggj størv finnast ella blíva til, fyri at hava tað somu arbeiðsfjøldina, sum var fyri fíggjarkreppuna. Abeiðsloysið er síðan 2010 vaksið í meiri enn helvtini av teimum 17 evrulondunum. Í skrivi fegnast Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar um, at tað eydnaðist Føroya Læararafelag at gera avtalu um, at Mentamálaráðið rindar fyri ískoytisútbúgvingina hjá lærararum. Eisini sjúkrarøktarfrøðingar Tí gongur felagið eisini út frá, at hetta fer at merkja, at sjúkrarøktarfrøðingar, sum taka ískoytisútbúgving, eisini sleppa undan at gjalda sjálvir. Tað sigur Óluvá í Gong forkvinna í felganum føroyskir sjurkarøktarfrøðingar. Vit halda sjálvandi tað, at tá landsins myndugleikar fara at gjalda fyri lærararnar, so má tað sama vera galdandi fyri sjúkrarøktarfrøðingarnar og fyri so vítt eisini fyri námsfrøðingar, sigur Óluva í Gong við Útvarpið. Á Karolinska Institutet í Svøríki hevur Jonas Fris eacute n, professari, staðið á odda fyri eini granskingarætlan sum hevur roynt at finna út av meir um nervasellurnar á nervalepanum í heilanum. Útrokningarnar hjá granskarunum vísir at vit framleiða ikki nýggjar nervasellur í hesum partinum av heilanum aftaná at vit eru borin í heim. Eg havi sjáldan uppliva at gerast so skakkur av einum granskingarúrsliti, sigur Fris eacute n á egnu heimasíðuni hjá universitetinum. Í nógv ár hildu granskarar at nervasellurnar blivu mentar fram til føðing, og at man so ikki fekk nýggjar sellur. Nýggjari gransking vísir at nervasellurnar halda fram við at endurnýggja seg hjá nøkrum djórasløgum. Menniskja hevur ikki líka nógv brúk fyri luktievninum fyri at yvirliva um vit samanbera okkum við nógv djór. Kanska tað er orsøkin til at vit ikki hava evnini at menna nýggjar nervasellur knýttar til evnini at lukta, sigur Fris eacute n. Ein kanning vísir at næstan allir norðmenn í arbeiði bera ein ávísan ótta fyri hvussu fartelefonir, innihald í matinum og veðurlagsbroytingarnar ávirka heilsuna. Kvinnur eru tær sum hava mest ótta í sær. Og tey sum eru mest óttafull, tey hava eisini flestu heilsutrupulleikarnar, sigur Anne Marthe Indregard, ið stendur fyri granskingini á universitetinum í Aring s í Noregi. Altjóða granskingarúrslit hava áður víst at óttin fyri at tí nýmótans lívinum ávirkar heilsuna, og tað hongur saman við heilsutrupulleikum og vitjanum hjá læknanum. Indregard hevur hugt eftir hvussu hesi úrslitini kunnu samanberast við støðuna hjá norskum arbeiðstakarum, skrivar Dagens Medisin. Kenna javnan ótta Indregaard sigur at hendan vitanin um sjúkutrupulleikar og ótta er góð at hava, tá leitast skal eftir hvussu hesin bólkurin av sjúklingum skal viðgerast. Hon arbeiðir sum ráðgevi hjá Folkehelseinstituttet í Oslo. Í hennara kanning vísti tað seg at 91 prosent, av teimum 569 arbeiðsføru sum svaraðu uppá eitt spurnarskjema, høvdu havt minst eina plágu seinastau 30 dagarnar. Harafturat vísti tað seg at 96 prosent høvdu minst ein av óttunum sum stóðu á einum yvirliti yvir ymiskt sum ávirkar okkara nýmótans lív og sum kann geva okkum óttar. Kvinnur hava meir ótta Indregard sigur at kanningin vísir at kvinnur hava munandi fleiri óttar av tí nýmótans lívinum, enn menn hava. Kvinnurnar vísa seg at hava tvífalt so nógvar subjektivar heilsuplágur, og tað var tvífalt so stórur møguleiki fyri at tær vildu sjúkramelda seg orsaka av hesum plágunum. Indregard sigur sambært Dagens Medisin at nógvur ótti ikki hevur nakað beinleiðis samband millum nýtslu av heilsutænastum ella at fáa sjúkrafráboðan frá læknanum. Hon sigur at tá ein ger eina kanning av hesum slagnum, so eigur ein at bíta merki í at tað er ein lítil partur av fólkinum sum hevur fleiri og meir álvarsligar plágur og eru meir óttafull enn fólk flest. Tað eru hesi sum ein kann hugsa sær til fáa trupulleikar við heilsuni í longri tíð. Umhvørvisstovan boðar frá, at arbeitt framvegis verður við úrslitunum frá Manntalinum, sum var í vetur. Men meðan vit bíða eftir teimum, hevur Umhvørvisstovan kagað eitt sindur eftir nøkrum hagtølum í landsfólkayvirlitinum og landsadressuskránni, sum stovnurin umsitur. Og onkur úrslit eru heldur óvæntað. Smá húski Verður hugt eftir, hvussu nógv fólk, ið eru skrásett á einum ávísum bústaði, sæst, at nógv føroysk húski eru rættiliga smá. Ella við øðrum orðum Í umleið helvtini av teimum skrásettu føroysku búðstøðunum, har fólk búgva, eru einans eitt ella tvey fólk skrásett sum fastbúgvandi. Óvissa Umhvørvisstovan hevur ikki greinað tølini í aldursbólkar, og tí sæst ikki, um tey smáu húskini eru í teim eldru aldursbólkunum. Somuleiðis vísa tølini ikki, um talan er um húski við støkum uppihaldarum og børnum. Norska alivinnan vil vera við, at hon hevur mist yvir eina miljard krónur síðani kinverski andstøðingurin, Liu Xiaobo, fekk friðarheiðursløn Nobels í 2010. Norski útflutningurin av laksi til Kina minkaði niður í helvt í fjør, og hóast útflutningurin er nakað betri í ár, so er hann langt frá tí, sum hann átti at verið, sigur norska alivinnan. Í 2010 útflutti Noreg 13.000 tons av laksi til Kina. Í fjør vórðu útflutt sløk 6.500 tons. Hevði framgongdin í søluni til Kina hildið fram, sum árini frammanundan, so hevði sølan til Kina verið munandi størri. Tí sigur norska alivinnan seg hava mist 1,2 miljardir krónur, tí andstøðingurin, Xiaobi, fekk friðarheiðsursløn Nobels Tað staðfestir Poul Nolsø, løgfrøðingur, í Skúlablaðnum. Hann vísir á, at eftir nýggju lógini missa lærarar í vardum størvum 7.200 krónurum mánaðin. Ein lærari, sum er ein triðings óarbeiðsførur fær 30.000 krónurum mánaðin við verandi skipan fyri vard størv. Eftir nýggju skipanini fær hann bert 22.800 krónurum mánaðin. Tí er vandi fyri, at ongin tímir at fara inn í eina tílíka skipan, sigur Poul Nolsø og legggur afturat Fólk fara tí í størri mun enn higartil at fara úr starvi við fyritíðarpensjón ella siga seg úr starvi vegna sjúku, og tann gongdin er beinleiðis ímóti endamálinum við lógaruppskotinum. Sambært Poul Nolsø kunnu endamálsorðingarnar í mun til innihaldið í nýggju lógini fatast sum manipulerandi lógarskriving. Í løtuni eru 10 lærarar í vardum starvi, tí teirra arbeiðsførleiki er skerdur vegna likamligar ella sálarligar trupulleikar. Eg boði hervið frá, at eg eri farin upp í kollveltingina hjá sýriska fólkinum, sigur Nawaf al Fares í eini sjónbandaupptøku, sum í gjárkvøldið var at síggja á facebook. Nawaf al Fares heitir samstundis á sínar landsmenn um at fara upp í stríðið ímóti sitandi stjórn, sum hann skýrir eina sanna marru, sum hevur oyðilagt Sýrialand í nógv ár. Fyrsti týðandi sendiharrin Fares er tann fyrsti týðandi sendiharrin, sum hevur vent Assad, forseta, bakið, og er farin í part við andstøðuni í landinum. Andstøðan í Sýria heldur avgerðina hjá sendiharranum byggja á ógvusligu framferðina hjá myndugleikunum ímóti fólkinum í landinum. Sagt verður, at Fares hevur tætt tilknýti til sýrisku fregnartænastuna. Hann hevur búð í Deir al Zor, sum hevur verið fyri ógvusligum álopum frá trygdardeildunum. Mannarættindafelsgakspir vilja vera við, at 17.000 fólk hava latið lív í Sýrialandi, síðani uppreisturin byrjaði í mars mánað í fjør. Úrslitið av villum byggiætlanunum er, at floghavnir standa tómar, vegir eru gjørdir, sum eingin koyrir á, og hús og íbúðir í hópatali standa tóm, og verða seld fyri ein triðing av virðinum. Í mars í fjør varð ein nýggj floghavn norðanfyri Valencia tikin í nýtslu. Floghavnin kostaði 1,1 miljardir krónur, men enn er einki flogfar lent. Sunnanfyri Madrid varð ein nýggj floghavn tikin í nýstlu fyri trimum árum síðani. Hon kostaði 8 miljardir krónur, men var bert opin eitt skifti, og stendur nú tóm. Sunnanfyri Madrid vórðu eisini 13.000 nýggjar marglætisíbúðir bygdar. Tær vórðu ikki seldar, og tí royna skuldartyngdu bankarnir nú at selja íbúðirnar við stórum tapi. Bygging uttan mið og mál Orsøkin til kreppuna í Spania er fyrst og fremst, at eingin gjørdi sær greitt, at framgongdin kundi steðga, og tí varð bygt og bygt, uttan mið og mál, og nógva byggingin máar støðið undan Spania. Evrulondini hava játtað Spania 750 milliardir krónur fyri at sleppa undan, at nógvu byggigølurnar taka beinini undan sponsku bankunum. Spania fær fyrstu 220 milliardir krónurnar seinast í juli, og samstundis hevur spanska stjórnin boðað frá, at neyðugt er at spara 500 milliardir krónur tey næstu tvey til trý árini. Eisini í Írlandi Tað sama hendi í igrave rlandi, har stórar byggiætlanir máaðu støðið undan búskapinum.Í Írlandi verður tosað um fleiri enn 2.000 ørar byggiætlanir, og bústaðarráðharrin, Jan O acute Sullivan, hevur boðað frá, at fleiri av byggiætlanunum skulu rívast niður. Hildið verður, at al Qaeda stendur aftanfyri spreingingina, upplýsir politiið á staðnum. Læknar upplýsa, at nógv fólk vórðu særd undir álopinum, sum tyktist vera væl tilrættalagt, tí fleiri ungir politinæmingar komu úr skúlanum júst um hetta mundið. Hernaðarsinnaðir islamistar við tøttum tilknýti til al Qaeda hava givið lyfti um, at teir vilja leypa á allastaðni í Yemen, eftir at ein amerikanskt stuðlaður bólkur í maj rak teir burtur frá verndarvirki sínum. Fleiri álop hava verið í seinastuni, og tí eru hernaðarsinnaðu islamistarnir ein stór hóttan í gerandisdegnum í Yemen, skrivar Ritsau. Kvinnur og gentur í milliónatali vita ov lítið um fyribyrging, og gera tí ikki sjálvar av, nær tær fáa sær børn ella hvussu nógv børn tær fáa. Endamálið við fundinum í London er at fáa reist pening til upplýsing um fyribyrging og seksualundirvísing. Miðjað verður eftir at fáa eina upphædd á 25 milliardir krónur til endamálið. Hildið verður, at 30 millionir børn, sum ikki eru ætlað, verða borin í heim hvørt ár. Tað er bretska stjórnin, saman við Bill og Melinda Gates grunninum og ST, sum skipa fyri fundinum, skrivar Ritzau. Nú er greitt, at tá eitt fótbóltsfelag selur lýsingar, leikskráir og kalendarar fyri at fáa pengar, skal felagið rinda meirvirðisgjald, hóast fótbóltsvirksemi í sjálvum sær ikki er vinnuligt, tí tað verður ikki rikið við tí endamáli at hava vinning. Um tað eru TAKS og kærunevndin í skatta og avgjaldsmálum samd. TAKS avgjørdi, at eitt fótbóltsfelag skuldi MVG skrásetast og rinda meirvirðisgjald av lýsingarinntøkum og inntøkum av at selja leikskrá og kalendara, tí tað er vinnuligt virksemi, eisini, tá eitt ítróttarfelag stendur fyri tí. Felagið kærdi Seinni kærdi felagið avgerðina, men Skatta og avgjaldskærunevndin er samd við TAKS og staðfesti avgerðina. TAKS hevur líka síðani mvg lógin kom í gildi í 1993 upplýst ítróttarfeløg um, at lýsingarinntøkur eru mvg skyldugar inntøkur. Ikki fyrr enn á heysti í fjør kannaði TAKS virki og feløg, sum ikki eru skrásett fyri mvg, og kom tá fram á okkurt einstakt lítið ítróttarfelag, sum ikki var mvg skrásett av lýsingarinntøkunum, men er hetta nú avgreitt, upplýsir TAKS. Fótbóltsfelagið, sum kærdi TAKS, hevði árini 2008 til 2010 725.000 krónur í vinningi av lýsingum, og skuldi tí rinda 145.000 krónur í meirvirðisgjaldi. Í dag hevur verið eitt heilt óvanligt tiltak í afganska høvuðsstaðnum, Kabul. Afganskar kvinnu hava nevniliga mótmælt einari almennari avrættan, har ein ung kvinna varð ákærd fyri at hava verið ótrúgv. Mótmæliskvinnurnar gingu gjøgnum gøturnar í Kabul, har tær mótmæltu avrættingini, og kravdu forsetan, Hamid Karzai, eftir fleiri rættindum til kvinnur. Vit krevja rættvísi, róptu mótmælisfólkini, og nógv tey flestu vóru kvinnur. Kvinnurnar mótmæltu, at ein 22 ára gomul kvinna varð avrattað hon varð skotin herfyri. Í einari 3 min. langari sjónbandaupptøku sæst unga kvinnan liggja á knæ í dustinum, tá ein maður við turban fer yvir ímóti henni. Kvinnan varð skotin við fimm skotum, meðan teir umleið 150 menninir, sum vóru staddir har, sungu og fegnaðust. Hendingin fór fram í Parwan landslutinum í Afganistan. Ein ísraelskur arbeiðsmaður og tveir álopsmenn, sum komu um markið úr Egyptalandi, doyðu í álopinum. Ísraelskir myndugleikar bera ótta fyri, at fleiri av ólopsmonnunum sluppu inn í Ísrael. Sambært einari talskvinnu hjá ísraelska herinum, verður nú leitað eftir fýra monnum, sum ivaleyst koma úr Sina økinum. Samstundis hoyrist, at ísraelski herurin hevur gjørt loftálop á palestinsk økir. Arbeiðið í Almannaverkinum verður í framtíðini skipað í fimm deplar Viðskifta , menningar , trivnaðar , veitingar og eldradepilin. Oman fyri hesar deplarnar eru so fíggjar og kt deild, starvsfólkadeild og ovast er stjórin. Allir deplarnir uttan eldradepilin fáa nýggjan deildarstjóra og deildarleiðara. Teir 12 leiðararnir, sum verða settir nú, skulu fremja stóru bygnaðarbroytingina, sum skal koma í gildi 1. januar í 2013. 1.700 fólk starvast innan Almannaverkið, sum er nógv tað størsta arbeiðsplássið í landinum. Tað er serliga í Afrika, at keyparar eru varnir við at bjóða ov nógv fyri makrel úr millum annað Føroyum. Japan, hinvegin, letur besta prísin fyri makrel, men Japan setur eisini størstu krøvini til dygdina. Fiskeribladet Fiskaren skrivaði í farnu viku, at Norra útflutti uppsjóvarfisk fyri 200 milliónir krónur meira fyrra hálvárið 2012 enn í fjør. Sambært Norges Sjømatr aring d er orsøkin millum annað betri miðalprísur fyri makrel, 12 prosent betri, enn í fjør. Kina, Russland, Japan og Turkaland eru størstu keyparalondini. Frystur makrelur Talan er um frystan makrel, sum lá á goymslu frá í fjør. Norra fekk miðalprísin 13,00 krónur fyri kilo. Føroyar fingu slakar 9,00 krónur fyri kilo av makreli, sum varð útfluttur fyrstu fýra mánaðirnar í ár. Norra fekk harafturat sera góðan prís fyri sild og sildaflak, men lodnan fór niður í prísi. Hagtølini fyri føroyskan útflutning fýra teir fyrstu mánaðirnar í ár vísa ikki so stóra príshækking sum ta norsku. Miðalprísurin fyri kilo av útflutta føroyska uppsjóvarfiskinum er 30 oyru hægri í ár, tá hann var 4,96 krónur Føroyar útfluttu makrel, sild, lodnu og svartkjaft frá 1.januar til 1.mai í ár. Føroysku skipini, sum fiska makrel nú í summar, fáa 5,00 til 5,50 krónur fyri kilo, tá tey landa. Tað er nakað meira enn hesa tíðina í fjør. Í apríl, mai og juni vórðu útgoldnar 1.763 milliónir krónur í lønum og framgongdin var nærum 2 . Hetta var annar ársfjóðringur á rað at tað er framgongd og vóru lønirnar í øðrum ársfjóðringi tær hægstu í fýra ár. Seinasta hálva árið er 5,2 minni útgoldið í fiski , og alivinnuni samanborðið við seinna hálvár 2011. Ein av orsøkunum er at veiðan eftir makreli er um heystið. Verkfallið hjá tí almenna í vár var eisini orsøk til eina lítla afturgongd. Í privatu tænastuvinnunum er 3,6 meira útgoldið fyrra hálvár, samanborðið við seinna hálvar í fjør og í byggivinnuni 1,6 . Sjálvt um byggivinna og onnur tilvirking hevur goldið meira út í lønum, so er tað vinnugreinin skipasmíð sum gevur vøksturin. Higartil í ár eru útgoldnar 14 milliónir krónur meira til skipasmíð og aðrar smiðjur, meðan tað eru útgoldnar 11 milliónir minni til bygging, samanborðið við sama tíðarskeið í fjør. Í vinnugreinini Byggivinna o.o. tilvirking eru vinnugreinarnar bygging, skipasmiðjur og smiðjur, orka og vatnveiting og annar ídnaður. Í fjør komu 433 umsóknir frá útlendingum um loyvi til at vera í Føroyum. Hetta eru 23 prosent færri enn í 2010, tá umsóknirnar vóru 562. Talið er minkað seinastu árini. Í 2007 vóru 631 umsóknir um uppihaldsloyvi í Føroyum. Tølini eru millum nógv onnur hagtøl í ársfrágreiðingini hjá Ríkisumboðnum um Føroyar í 2011. Bókin kom út í gjár. Sambært upplýsingum frá fútanum um virksemið hjá politinum vóru 17 brot framd á útlendingalógina í fjør, nógv færri enn í 2010 og 2009, tá brotini vóru ávikavist 48 og 41. Frá 2008 til 2010 gjørdu 12 læknar í Noreg seg kynsliga inn á 39 kvinnur. Tær kærdu, og allir læknarnir mistu loyvið at virka í Noreg. 32 av hendingunum vórðu framdar av útlendskum læknum, sum virkaðu í Noreg, meðan tvær hendingar vórðu framdar av norskum læknum, sum høvdu fingið útbúgving í øðrum londum. Nakrir av læknunum mistu rættin at virka sum læknar, tí brotsverkini vóru somikið ógvuslig. Ein av læknunum varð í fjør dømdur fongsulsrevsing í hálvtannað ár, tí hann hevði gjørt seg kynsliga inn á 16 kvinnur. Fleiri av hinum læknunum eru dømdir styttri fongsulsrevsing. Norska Dagbladet skrivar, at hóast læknarnir hava mist loyvið at virka í Noreg, so kunnu teir framvegis virka í øðrum londum. Útróðrarmenn mugu brynja seg vil tolni, meðan aðrir skipabólkar fáa útskrivað síni makrelloyvi og antin leggja frá landi ella handla sítt makrelloyvi víðari til aðrar at brúka. 20. februar søktu 103 útróðrarmenn í felag um makrelloyvi. Tað var gjørt undir felags samtakinum Sjófeli , ið bað um 15 prosent av makrelkvotuni, ið samtakið bað um loyvi at fiska við egnaðum fiskiskipi, einum nótaskipi, ið samtakið ætlaði at útvega sær. Í dag, smáar fimm mánaðir seinni, hevur samtakið einki svar fingið úr Fiskimálaráðnum. Línuskip hava slept makrelfiskiskapinum Fríggjadagin var greitt, at línuskipini fara ikki at fiska síni tillutaðu 5000 tons av makreli. Í staðin selja línuskipini sína makrelkvotu til nótaskipini, sambært Sosialinum til reiðaríini hjá Anfinni Olsen og Hanusi Hansen. Tað verður formliga gjørt við at flyta veiðuloyvi frá einum línuskipi yvir á eitt nótaskip, sum so kann fiska makrelkvotuna hjá línuskipinum. Hetta tíðarskeið, meðan nótaskipið fiskar makrelkvotuna hjá línuskipinum, hevur línuskipið ikki loyvi at fiska, men má liggja við bryggju. Hóast Sjófeli , samtakið hjá útróðrarmonnunum, upprunaliga bað um 15 prosent av makrelkvotuni, so verður tað ikki veruleiki. Tí tá makrelurin skuldi býtast, fullu tilsamans 3000 tons til tann bólkin, ið fevnir um útróðrarbátar, garnaskip og skip, sum fiska skeljadjór. Sjófeli hevur, sum longu nevnt, framvegis ikki fingið svar úr Fiskimálaráðnum. Kortini tykist vera greitt, at útróðrarmenn fáa ikki loyvi at gera línumonnum kynstrið eftir og selja makrelkvotu víðari til aðrar at fiska. Andras Kristiansen, deildarstjóri í Fiskimálaráðnum, svaraði í gjár einum útróðrarmanni, sum spurdi ráðið, hvørt makrelloyvini fóru at vera umsetilig. Og svarið hjá deildarstjóranum er ikki at fara skeivur av. Andras Kristiansen skrivar, at Veiðiloyvi kann ikki flytast Skal fiskifar í bólki 5 skiftast út ella ræðisavmarkast, kann veiðiloyvið ikki flytast á eitt størri fiskifar heldur ikki um talan er um at fiska makrel. Bólkur 5 eru eru útróðrarbátar undir 15 tons. Hinvegin er greitt, at fiskimálaráðið heldur einki vera til hindurs fyri, at størru línuskipini, tey í bólki 3, kunnu lata nótaskip fiska teirra makrelkvotu á tilsamans 5000 tons. Eftir stendur so spurningurin, hvussu Fiskimálaráðið tulkar lógartekstin um at ikki er loyvt at flyta veiðuloyvi millum høvuðsbólkarar ella sagt á vanligum máli millum húk og trol. Sambært heimasíðuni, Visir, er hetta besti túrur, nakað íslendskt fiskiskip hevur gjørt. Skipið hevur 490 tons av svartkalva, sum er verdur góðar 21 milliónir krónur í okkara pengum. Túrurin vardi 30 dagar, so Guðmundur í Nesi fiskaði fyri 700.000 krónur um dagin í miðal. Guðmundur í Nesi royndi vestan fyri Ísland, einar 80 fjórðingar úr landi. Lastin hjá skipinum er longu seld. Stórur eftirspurningur er eftir svartkalva í løtuni. Hvilvtenni varð seldur til Reykjavíkar í 2004 fyri 84 milliónir krónur. Noreg ger nú sum ES og skerpar handilstiltøkini móti Iran. Hetta merkir millum annað, at norska stjórnin bannar norskum borgarum og feløgum at flyta og og innflyta irranska olju. Iran noyðist at prógva, at kjarnorkuætlanin ikki er hernaðarlig. Forboðini eru eini greið boð til leiðsluna í Iran, sigur Jonas Gahr Støre, norskur uttanríkisráðharri. Tiltøkini vórðu sett í verk 6. juli. Herdu átøkini hjá ES og nú eisini Noregi koma, tí Iran ikki vil samstarva við Trygdarráðið hjá ST, og eftir at Iran noktar at samstarva heilt og fult við altjóða Kjarnorkustovnin IAEA . Noreg stendur saman við ES um at hera átøkini móti Iran, samstundis sum USA og onnur lond eisini herða síni tiltøk, sigur norski uttanríkisráðharrin. Hetta seinasta samdøgrið hevur tað regnað líka nógv í Svøríki, sum tað vanliga regnar allan juni mánað.Tað er serliga í Smálandi, at vatnið floymir yvir lendi. Svenska veðurstøðin, Smhi, boðaði í gjár frá óvanliga ógvusligum áarføri, sum floymir yvir áarbakkarnar. Fleiri vegir eru stongdir, og bjargingartænastan hevur úr at gera við at flyta fólk úr teimum harðast raktu økjunum. Føroysku svimjararnir hava klárað seg væl í Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri ung í Keypmannahavn farna vikuskiftið. Í alt settu svimjararnir 12 føroysk juniormet og 8 føroysk seniormet, og vunnu tvey gullheiðursmerki, tvey silvur og tvey bronsu. Føroyar gjørdust nummar fimm av sjey á stigatalvuni við Finnlandi og Íslandi aftan fyri seg. Serliga skaraðu Victoria Wigant Eysturdal og Kristina Elin Thomsen framúr. Tær vunnu gull og settu føroysk met í harðari kapping ímóti bestu norðurlendingunum í teirra aldri, skrivar Svimjisamband Føroyra í tíðindaskrivi. Ungfólk, íverksetan og útjaðarin. Hesi trý hugtøkini verða tvinnað saman í nýggju verkætlanini, sum Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning á Fróðskaparsetri Føroya er vorðin partur av. Londini, sum eru við í verkætlanini, eru Føroyar, har Olga Biskopstøð er verkætlanarleiðari, Finnland, Grønland, og Írland. Verkætlanin hevur fingið heitið SPARK. Endamálið við verkætlanini er at eggja til og skapa møguleikar fyri at fleiri ungfólk í útjaðaranum gerast íverksetarar. Verkætlanin SPARK byrjaði 1. Januar 2012 og endar 1.januar 2014. Í hesum tíðarskeiði er ætlanin at hava eina greiða lýsing av møguleikum og umstøðum hjá ungum at gerast íverksetarar í Føroyum, og byggja upp eitt konsept, ið ger tað lættari hjá ungdómi at koma í gongd við egið virkið. Hetta skal gerast í tøttum samstarvið við teir stovnar, ið longu arbeiða við sama endamáli, skrivar Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning í tíðindaskrivi. Fyribils úrslitið er, at lítið varð fingið av flest øllum sløgum, og yvirhøvur var yngulin sera smáttfallandi. 24 sløg vórðu fingin á Landgrunninum og 12 á Føroyabanka, nakað minni enn í fjør og fyrraárið. Millum annað var sera lítið av nebbasild á landgrunninum. Sama gongd sæst hjá øðrum fiskasløgum, millum annað sild. Sostatt eru útlitini fyri føðigrundarlagnum hjá sjófugli og fiski ikki góð, sigur Havstovan. Eftir at toskayngul á landgrunninum í fleiri ár minkaði nógv í 2005 til 2007, vaks talið aftur í 2008 til beint oman fyri miðal fyri alt tíðarskeiðið síðani 1994. Og í 2009 var nøgdin nærum dupult so stór sum í 2008. Men onkursvegna spurdust bara ávikavist ein undir miðal og ein miðal árgangur av toski burturúr. Hóast toskayngulin í ár var eitt vet frægari enn í 2010 og 2011, er hann ájavnt talinum í 1991, sum er tað minsta, vit vita um, síðani yngulkanningarnar byrjaðu í 1974, sigur Havstovan. Eisini fyri hýsu gjørdist úrslitið sera vánaligt, hóast tað er nakað frægari enn í 2010 og 2011. Kanningarnar hjá Havstovuni vístu eisini, at sjógvurin er kaldur í ár. Spreingingar og skot við automatvápnum hoyrdust í morgun av Al Abbasiyeen plássinum mitt í Damaskus. Húsini skulvu, meðan bardagarnar vóru, siga íbúgvar við DPA tíðindastovuna. Bardagarnir vóru nærindis húsunum, har Kofi Annan helt til, og har ST eyðgleyðararnir hava høvuðsstøð. Kofi Annan sigur, at fyri at fáa eina loysn á stríðnum, er neyðugt at bæði Russland og Iran koma inn í málið. Russland hevur ávirkan, men eg ivist í, um Russland einsamalt broytir málið munandi. Iran má eisini verða ein partur av loysnini, landið hevur ávirkan, og tað kunnu vit ikki síggja burtur frá, sigur Kofi Annan við ávísuna Le Monde. Bashar al Assad segði í vikuskiftinum, at Kofi Annan ger eitt gott arbeiði. Men lond sum USA órógva arbeiðið og eina møguliga friðarætlan, segði hann við týskt sjónvarp í vikuskiftinum. Revsimálið móti 38 ára gamla føroyinginum, sum býr í Hollandi, bíðar nú eftir dómsúrskurðinum. Seinasti rættarfundurin var týsdagin í farnu viku, og tá játtaði maðurin, at hann er pedofilur, og at hann angrar tað, hann hevur gjørt. Hann bað tí offur og foreldur um umbering. Frammanundan høvdu foreldur at smábørnum, sum føroyingurin sambært ákærunum skal hava misbrúkt, verið í rættinum og greitt frá, hvussu børnini eru merkt av hesum og hvussu familjan er ávirkað av hesum. Ákæruvaldið krevur 4 ár Hollendska ákæruvaldið krevur føroyingin 4 ára fongsulsrevsing, men verjin krevur frídøming í øllum ákærum. Verjin vísti á í rættinum á, at løgreglan breyt lógina, tá hon framdi húsarannsókn heima hjá føroyinginum, tá hann varð handtikin. Tískil eiga tríggjar tær fyrstu avhoyringarnar av manninum ikki at kunna nýtast sum prógv, heldur verjin. Verjin vísti eisini á, at føroyingurin hevur verið illa fyri sálarliga, og kann tí ikki dømast fyri, at kynsliga orientering hansara fekk hann at gera ting, sum hann ikki kundi standa ímóti. 38 ára gamli føroyingurin segði í rættinum, at nú alt hetta er komið fram, vil hann fegin fáa orðaskifti í lag í samfelagnum um pedofeli. Dómur fellir í málinum 23. juli. Tá fekk Klaksvíkar kommuna tilsøgn um stuðul til eitt røktarheim til 24 fólk, og skuldi innan 14 dagar boða frá hvussu verkæltanin skuldi fremjast í verki. Kommunan valdi røktheimið í Klaksvík og vónaði so, at eldrasambýlið í Svínoy kundi koma seinni, men Almannamálaráðið metti longu tá, málið at vera avgreitt. Í veruleikanum hevur eldrasambýlið í Svínoy hingið í einum klønum tráð síðani Svínoyar kommuna fyri seks árum síðani fekk játtað 400.000 krónur í studningsláni frá almannamálaráðnum. Studningslógin, sum hetta lánið varð givið eftir, fór úr gildi í 2008. Almannamálaráðið hevur síðani hildið fast við, at studningslánið til eldrasambýlið fall burtur tá. Nýggj løgtingslóg Tá so nýggj løgtingslóg kom í gildi í 2009 sókti Klaksvíkar kommuna aftur um studningslán til eldrasambýlið í Svínoy, samstundis sum hon søkti um studningslán til eitt røktarheim í Klaksvík. Tá umsóknirnar báðar vóru viðgjørdar, fekk klaksvíkar kommuna boð um, at almannamálaráðið var sinnað at veita tilsøgn um 24 pláss, og kommunan var samstundis biðin um at greiða frá, hvørja av verkætlanunum, tann í Svínoy ella røktarheimið í Klaksvík, kommunan vildi fara undir. Seinni sama ár fekk Almannamálaráðið boð frá klaksvíkar kommunu, at fíggjarligu umstøðurnar hjá kommununi eru versnaðar so mikið, at landið átti at økja um stuðulin til eldrasambýlið í Svínoy. Almannamálaráðið tulkaði svarið frá kommununi soleiðis, at fyri at fara undir verkæltanina í Svínoy er neyðugt at hækka stuðulin, men hetta lat seg ikki gera innanfyri tann fíggjarkarm og heimild, sum studningslógin ásetti. Óvirkni í Klaksvík Óvirkni hjá Klaksvíkar kommunu í sambandi við eitt ítøkiligt aftursvar til eitt skriv frá ráðnum um, hvørja ætlan kommunan ætlaði at fara undir, tulkaði ráðið sum at klaksvíkar kommuna hevði valt at byggja røktarheimið í Klaksvík, í hvussu so er í fyrsta umfari. Tá so Klaksvíkar kommuna fær endaliga tilsøgn um studningslán til at byggja røktarheimið í Klaksvík og ráðið onki frættir aftur frá klaksvíkar kommunu, at hon hevur valt eina aðra loysn enn at byggja røktarheim í Klaksvík, metir almannamálaráðið, at bygging av eldrasambýlið í Svínoy endaliga er avgreitt. Ongin peningur settur av Fyrr í ár boðaði so landsstýriskvinnan í almannamálaráðnum frá, at hóast húsini verða bygt í Svínoy, so vera ongir pengar settir av til rakstur til eldrasambýli, tí stórar sparingar skulu fremjast innan eldrarøktina. Nú eru so húsini í Svínoy innlokað og Klaksvíkar kommuna játtaði í fjør 1,8 miljónir at til húsini. Vit spyrja óluvu Klettskarð býráðslim í Klaksvík, um tey tá játtaðu hesar pengarnar til eitt sambýlið Okkurt annað endamál Óluva Klettskarð, býráðslimur í Klaksvík, ásannar, at við sitandi landsstýri verður eldrasambýlið í Svínoy av ongum. Men svínoyingar hava nú eini hús, sum kann nýtast til alt møguligt. Og verður eldrasambýlið av ongum, so kunnu svínoyingar sjálvir gera av, hvat hesi frálíku húsini skulu nýtast til, sigur Óluva Klettskarð m. A. við Útvarpið. Nú teir brúka nýggju pumpuna at fáa fiskin umborð, er minni enn eitt prosent av fiskinum, sum skipini hjá Varðanum fáa, brotin, sum teir siga. At fiskurin er brotin merkir, at fiskurin er so illa farin av at vera kroystur í trolinum, at hann kann ikki brúkast til matna, men bara til mjøl. Eitt prosent er nógv minni enn fyrr, tað er áðrenn pumpan kom. Hesa tíðina í fjør vóru upp í tíggju prosent av fiskinum brotin, skrivar Varðin í Gøtu á sínari heimasíðu. Leygarmorgunin kom Finnur Fríði á Kollafjørð við 1400 tonsum, 1100 tons vóru makrelur. Skipini hjá Varðanum hava nú fiskað góð 6.000 tons við nýggju pumpuni. Fiskurin verður pumpaður livandi um borð í tangarnar, so hvørt hann kemur í trolið. Hann er sostatt ikki undir trýsti í upp í fimm tímar í trolinum, áðrenn hann kemur umborð. Sambært Varðanum er prisurin fyri makrelin betri, eftir at teir fóru at brúka nýggju pumpuna. 4,2 milliardir pund ella smáar 40 milliardir krónur vóru settar av í olympisku fíggjarætlanini. Men nú tað styttist til leikirnar hevur eitt lið av granskarum frá lærda háskúlanum í Oxford roknað seg fram til, at OL í London kostar tað tvífalda. Heilt neyvt er fíggjarætlanin sprongd við 101 prosenti. Hóast tølini eru ógvuslig, so er hetta, sambært granskarunum í Oxford, einki eindømi í OL høpi. Heldur beint øvugt. Tí í meðal síðstu 50 árini hava vertstjóðirnar sprongt fíggjarætlanina fyri OL við heili 179 prosentum. Páll Poulsen, skrivari í Lærarafelagnum, viðger spurningin í Skúlablaðnum í dag. Og hansara niðurstøða er greið sjálvandi skulu allar starvslýsingar vera at finna savnaðar á einum staði í almennum miðlum. Fyri nøkrum árum síðani avgjørdu kommunurnar, at tær ikki vildu rinda fyri starvslýsingar eftir lærarum. Lærarar eru starvsfólk hjá Mentamálaráðnum, hjá landinum, sum so eisini eigur at gjalda lýsingarnar, søgdu kommunurnar. Í fjør vóru lýsingar eftir lærarum at síggja á ymsum heimasíðum. Lærarafelagið royndi at hjálpa við at seta lýsingarnar á heimasíðu felagsins og í Skúlablaðið, skrivar Páll Poulsen. Í ár hava so at siga allar starvslýsingar verið á tíðindaráðstevnuni hjá Námi. Vónandi lesa allir lærarar, sum eru í starvi, hesa ráðstevnu, serliga tey, sum ætla sær í annað starv, skrivar Páll Poulsen. Og hann leggur afturat, at kanska lesa eisini øll læraralesandi ráðstevnuna. Men eg rokni ikki við, at tey, sum lesa í til dømis Danmark, hava atgongd til hana. Tá er beinleiðis talan um eina forðing hjá teimum, sum ætla at koma heimaftur og fegin vilja hava eitt lærarastarv í fólkaskúlanum. Tað kostar at lýsa. Men so øgiliga dýrt er tað heldur ikki. Við einum veti av samstarvi ber væl til at gera eina felags starvslýsing, har øll leys lærarastørv í Føroyum verða lýst. Hetta riggaði væl fyrr, so tað er løgið, um tað ikki riggar nú, skrivar Páll Poulsen, skrivari í Lærarafelagnum, í Skúlablaðnum. Tað er Dimmalætting sum hevur hugt nærri eftir inntøkunum hjá reiðaríunum úr Klaksvík og Gøtu. Sambært Dimmalætting hava reiðaríini pf. Varðin og pf. Palli hjá Mariannu samanlagt rindað slakar 230 milliónir krónur í hýrum í fjør. Blaðið skrivar at leggja vit úrslitini hjá hesum báðum feløgunum fyri skatt fyri árið í fjør saman, vísa tey eitt avlop upp á eina fjórðingsmilliard krónur.Pf. Palli hjá Mariannu hevði eitt avlop upp á 105,6 milliónir krónur fyri skatt, og pf. Varðin hevði eitt avlop upp á 145,1 milli shy ón.Íalt eitt avlop fyri skatt í 2011 upp á 250,7 milliónir krónur. Fyribils er marknaðarøkið millum londini ikki partur av hesi semjuni. Vit eru samd um at hvørgin parturin skal brúka makt fyri at loysa ósemjurnar, umframt at fíggindaskapurin skal steðgast, segði verjumálaráðharrin hjá Sudan, Abdelrahim Mohamed Hussein, í morgun, sambært norsku tíðindastovuni NTB. Tey bæði londini hava alt vikuskiftið sitið á friðarfundum, sum afrikanska samveldi AU hevur skipað fyri. Fleiri royndir at finna eina semju um hvar markið millum londini skal vera og hvussu oljuinntøkurnar skulu býtast, eru higartil endaðar úrslitaleysar. Men í morgun siga partarnir at teir síggja ljóst uppá støðuna, og at teir rokna við at koma fram til eina semju. Tað væntar Kolbjørn Giskeødeg aring rd, greinari hjá Nordea Markets, í nýggjari meting av alifyritøkuni. Sambært metingini er tað serliga hægri laksaprísir sum fara at hava við sær, at Bakkafrost fer at vinna munandi meir fyri hvørt partabrævið. Í ár verður inntøakn hjá Bakkafrosti 3,40 krónurfyri hvørt partabrævið, men sambært nýggju metingini fer inntøkan at hækka upp í 8,76 krónurfyri hvørt partabrævið í 2014. Hetta hevur við sær, at samlaða inntøkan hjá Bakkfrosti fer at økjast úr 1,7 milliardir í ár upp í 2,2 milliardir í 2014, vísr also nýggjasta metingin hjá Kolbjørn Giskeødegaard, greinara av føroysku alifyritøkuni. Í metingini verður virði á partabrævinum í Bakkafrost hækka úr 55 krónurupp í 65 kr Talan er bæði um pakkar á 950 gram sum halda sær til 20.04.2013 og pakkar á tvey kilo, sum halda sær til 20.04.2013 og 27.04.2013. Límpettini eru hvít, milllum 1 til 5 cm long og nakrar fáar millimetrar í tjúgd. Límið er góðkent til at pakka matvørur við, og tí er sum so eingin heilsuvandi í at límstykkini eru í grýnunum. Límstykkini eru tó at meta sum dálking av vøruni og tí hon ikki egnað til matna. Vøran er kallað aftur, men fólk, sum longu hava keypt hesar pakkar av havragrýni, skulu beina teir burtur ella lata framleiðaranum teir aftur og fáa eina nýggja vøru í staðin. Nærri fæst at vita um tað á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni hfs.fo Minst 125.000 fleiri fólk skulu til arbeiðis um mánaðin, um fólk veruliga skulu merkja at arbeiðsloysi minkar. Hetta tí at talið av arbeiðstøkum, hækkar við 125.000 fólkum um mánaðin. Amerikanski forsetin, Barack Obama, hevur brúk fyri at fólk sleppa til arbeiðis, áðrenn valstríðið, uppundir forsetavalið í november, byrjar av álvara. Arbeiðsloysið í USA er í løtuni 8,2 prosent, og tað er tað sama sum í mai. Eingin ivi er um, at arbeiðsloysi og búskaparstøðan annars í USA, verða høvuðsevnið í valstríðnum til forsetavalið. Lafayette verður klár at taka ímóti makreli í føroyskum sjógvi um ólavsøkumundið. Ludvík við Stein, umboðsmaður hjá stóra móttøkuskipinum, sigur við útvarpið, at teir vænta, at Lafayette verður á Skálafjørðinum 30. juli, kanska fyrr enn tað. Skipið er statt í Kyrrahavinum, og fer væntandi gjøgnum Panama veitina um tríggjar dagar. Í nakrar dagar síðani tað var greitt, at skipið fór at fáa loyvi at taka ímóti føroyskum makreli hevur móttøkuskipið havt kós móti Føroyum. Sostatt verður tað nakað seinni upp á árið, at Lafayette fer at taka ímóti makreli enn í fjør. 300 útlendingar Í fjør vórðu treytir settar til skipið um, at eitt ávíst tal av føroyingum skuldi vera umborð, og hetta gav arbeiði til nógvar serliga ungar dreingir síðsta summar. Soleiðis verður ikki í ár. Einastu føroyingar umborð verða eygleiðararnir, sum Fiskiveiðieftirlitið krevur skulu vera við. Manningin á Lafayette telur 300 mans, 250 asiatar og 50 russar. Í staðin fyri kravið um føroyska manning umborð, er krav komið um eitt avreiðingargjald upp á tvær krónur fyri kilo av makreli, ið verður landað til fremmand skip á feltunum. Ludvík við Stein hevur kortini vónir um, at áhugi verður at lata Lafayette makrel. Tað ber til, tí útlendska arbeiðsmegin umborð er lutfalsliga bílig. Men sum Ludvík við Stein sigur Vit vildu nógv heldur vilja havt 100 ella 200 føroyingar umborð enn hasar tvær krónurnar. Fyrst skalt tú leggja limirnar í húskinum saman eftir fylgjandi frymli. Tann fyrsti vaksni telur 1, næsti vaksni telur 0,5 og børn undir 14 ár telja 0,3. Um tit til dømis eru 2 vaksin og tvey børn undir 14 ár, sær tað soleiðis út Fyri 2010 er markið fyri, nær ein er í fátækraváða, ein javnvirðisinntøka á 115.490 krónur Tað vil siga, at tey, sum liva støk, skulu hava eina tøka inntøku á 115.490 krónurfyri ikki at fella undir markið. Fyri at rokna eitt húski við einum støkum og einum barni, skalt tú nýta roknistykkið omanfyri 1 fyri tann vaksna og 0,3 fyri barnið. 115.490 skal nú faldast við 1,3. Tað gevur 150.137 og er fátækraváðamarkið fyri ein stakan við einum barni. Eitt húski við tveimum vaksnum og 3 børnum skulu hava eina tøka inntøku á 115.490 2,4 277.176 krónur osfr. Fellir samlaða tøka inntøkan undir roknaða markið eru tit í fátækraváða. Mikael Viderø, sum síðani 2003 hevur verið býararkitektur í Tórshavnar Kommunu, er settur í starv sum leiðari á byggideildini hjá Landsverki. Mikael Viderø avloysir Høgna Setberg, sum seinastu tíðina hevur verið leiðari á byggideildini, men hevur avgjørt at flyta aftur til USA. Mikael Viderø er 39 ára gamal. Umframt at vera býararkitektur, hevur hann eisini eitt tíðarskeið røkt starvið sum tekniskur stjóri í Tórshavnar kommunu. Lafayette sleppur aftur í ár at taka í móti makreli í føroyskum sjógvi. Sp f Fjord Fishing and Finance Company á Glyvrum fekk týsdagin eina forhondstilsøgn um móttøkuloyvi frá Fiskimálaráðnum. Samstundis hevur Thor fingið forhondstilsøgn um móttøkuloyvi til skipini Jose Marti og Kai Yu. Loyvið umfatar makrel og hjáveiðu, sum ikki slepst undan, fyrst og fremst sild. Skulu halda treytirnar fyrst Móttøkuloyvini verða útskrivað, tá skipini eru komin í føroyskan sjógv, og tá tað er staðfest, at treytirnar fyri at fáa loyvið eru hildnar, skrivar Fiskimálaráðið í forhondstilsøgnini. Fiskimálaráðið endar brævið við at kunna umsøkjararnar um, at tá móttøkuloyvið verður givið, verður fráboðan send NEAFC um, at skipið hevur fingið loyvi frá føroyskum myndugleikum at taka ímóti makreli í føroyskum sjógvi. Hetta verður gjørt fyri at taka atlit at teimum ivaspurningum, sum tóku seg upp í fjør, tá tvey skip undir flaggi hjá ikki NEAFC limalondum, sum tóku móti makreli frá føroyskum skipum í føroyskum sjógvi, vórðu sett á lista hjá NEAFC undir illgruna fyri ÓÓÓ virksemi í NEAFC sáttmála økinum. Tey trý Óini standa fyri ólógligt, ófráboðað og óregulerað fiskarí. Umframt tey trý útlendsku skipini, sum higartil hava fingið loyvi at taka í móti makreli, hava fimm føroysk skip fingið móttøkuloyvi frá Fiskimálaráðnum. Tey eru Høgaberg, Atlantsfarið, Farið, Næraberg og Saksaberg. Fýra ísfiskatrolarar sleppa ikki at fiska í 10 dagar, tí teir høvdu ov nógva sild sum hjáveiðu, tá teir fiskaðu makrel. Loyvt er at hava í mesta lagi 10 prosent av sild sum hjáveiðu. Men Rókur og Lerkur og eisini Stelkur og Bakur høvdu nógv meira enn tað, upplýsir Fiskiveiðueftirlitið. Teir fýra trolararnir landaðu til Høgaberg, sum fyribils er einasta móttøkuskip á feltinum. Enn eru annars bara nótaskipini farin eftir makreli. Tey hava sildakvotu, so hjá teimum er støðan viðvíkjandi hjáveiði ein onnur. Sildin, sum kemur við makrelinum, fer av sildakvotuni hjá skipunum. Skipini royna eftir makreli norðan fyri Føroyar. Fitt av sild er uppií, meira enn hesa tíðina í fjør, upplýsir Fiskiveiðueftirlitið. Leiðin, sum skipini royna á nú, varð stongd seint í juli í fjør, tí so nógv sild var har. Smábátar fáa makrelloyvi Fiskimálaráðið skrivar framvegis út makrelloyvi. Nú fáa smábátarnir loyvi. Teir hava felagskvotu, sum er 3.000 tons. Hvør bátur kann tó í mesta lagi fiska 300 tons. Millum bátarnar í bólki 5B, sum júst hava fingið makrelloyvi, er tann navnframi Herbjørg á Glyvrum. Tað var tann báturin hjá smápartafelagnum Fjord Fishing and Finance Company, sum keypti at kalla allan makrelin, sum varð seldur á uppboðssøluni í fjør. Í ár er eingin uppboðssøla. Lundar úr Skúgvi eru partur av nýggjum arktiskum øki, sum letur upp í djóragarðinum í Keypmannahavn. Saman við álkum og lomvigum fara føroysku lundarnir at búgva í einum eftirgjørdum fuglabergi, har gras veksur, og lundaholur eru bygdar. Eisini sleppa lundarnir at svimja og kava eftir føði, sigur Flemming Nielsen, samskipari í djóragarðinum í Keypmannahavn. Í fjør vár vóru djóraansarar úr djóragarðinum eftir 48 eggum í Skúgvi, sum síðani vórðu klakt í klekingarmaskinum í Danmark. Bert 17 pisur komu úr eggunum, og nakrar doyðu stutt eftir. Nú eru 12 ára gamlir lundar eftir, og teir hava tað gott, sigur Flemming Nielsen. Tað eru 75 ár síðan, at lundar úr Føroyum vóru í djóragarðinum í Keypmannahavn. Nýggja arktiska økið í djóragarðinum letur upp í heyst. Fáur mundi rokna við, at EB Streymur fór at vinna á armenska liðnum, sum í fjør gjørdist nummar 2 í fremstu armensku kappingini. Men EB Streymur gjørdi bart, og liðið í Sundalagnum vann so ruddiliga 3 1. Umsóknin er til viðgerðar, og svarið verður sent skjótt, sigur Rógvi Reinert, aðalstjóri í Fiskimálaráðnum. Fiskimálaráðið fekk í síðstu viku eina umsókn frá reiðarínum hjá nótaskipinum Fagrabergi um at gera ein royndartúr í Irmingarhavið eftir makreli. Skipini, sum royna eftir kongafiski í altjóða sjógvi í Irmingahavinum, síggja nógvan makrel har. Tað kókar av makreli í Irmingarhavinum, segði skiparin á Vesturvón, Eyðun á Bergi, við Útvarpið í gjárkvøldið. Irmingarhavið er vestan fyri Ísland og sunnan fyri Hvarvið. Anfinnur Olsen, reiðari á Fagrabergi, sigur, at Fagraberg roynir eftir makreli í føroyskum sjógvi í løtuni. Men skipið er eisini útgjørt til eina roynd í Irmingarhavinum. AElig tlanin er, at Fagraberg skal partrola við Vesturvón í Irmingarhavinum. Reiðaríið bíðar bara eftir at fáa loyvi frá Fiskimálaráðnum. Rógvi Reinert, aðalstjóri, vil ikki siga í dag, um Fagraberg fær loyvi. Men svar verður sent fyrsta dagin, sigur hann. Høvuðssøgan í sjónvarpssendingini Fríggjakvøld í kvøld snýr seg um, at ein andstøðupolitikari í býráðnum hevur kært miðlaráðgevan í Tórshavnar kommunu til borgarstjóran. Kaj Joensen, reportari, hevur brotið nøkur persónlig mørk, tá hann saman við Bárði Veihe, myndamanni, í vikuni gjørdi reportasju úr Vestmanna, sum rópar seg ferðavinnuhøvuðsstaðin. Eitt innslag verður um tvey heimalomb, sum veruliga hava sett lív í tey gomlu á Tjarnargarði í Havn. Eitt annað innslag snýr seg um filmsskúlan Nollywood, sum er í hesum døgum í Nólsoy. Kjak um fátækradømi Evnið við kjakborðið er fátækradømi her heima. Eydna Skaale hevur vitjað heima hjá einum av teimum 4000 føroyingunum, sum liva í fátækraváða. Gestir í kjakinum í kvøld eru Sonja Jógvansdóttir og Bergtóra Høgnadóttir. Orðaskiftið snýr seg um, hvussu umfatandi trupulleikin við fátækradømi er í Føroyum. Á nýggjárinum hevur Grønland onga hvalakvotu. Tað er avleiðingin, nú uppskotið um at hækka grønlendsku hvalakvotuna fall á fundi í Altjóða Hvalaveiðunevndini og eingin nýggj kvota varð ásett. Hetta merkir, at Altjóða Hvalaveiðinevndin í veruleikanum hevur tikið seg seg úr samráðingunum um at áseta Grønlandi nýggja hvalakvotu, og tað er fullkomiliga ábyrgdarleyst av nevndini, sigur Ole Samsing, sum umboðar ríkisfelagsskapin í IWC. Hann vísir tó aftur, at Grønland og Danmark umhugsa at taka seg úr Altjóða Hvalaveiðinevndini Men eg kann ikki svara, hvat fer at henda nú. Nú hava vit eitt hálvt ár til at umhugsa støðuna, sigur hann. Drúgvar fyrireikingar Danmark og Grønland hava annars brúkt drúgva tíð at fyrireika og leggja fram eina vísindaliga grundgeving fyri at hækka grønlendsku hvalakvotuna úr 211 upp í 221 hvalir. Men tað uppskotið fall við stórum meirluta ímóti í Altjóða Hvalaveiðinevndini. Støðan er enn eitt dømi um pínufullu javnvágina, sum Danmark má finna millum krøvini frá hvalavinunum í ES, og atlitinum at Grønlandi og Føroyum, sum søguliga altíð hava verið hvaalveiðutjóðir, skrivar grønlendka blaðið Sermitsiaq. Eitt mistak hjá Eik gjørdi, at ein fráboðan um ein partabrævahandil kom tríggjar mánaðir ov seint. Eik skundaði sær at boða frá, tá tey varnaðust mistakið í gjár. TF Holding harmast um, at dótturfelagið Eik Banki ikki alt fyri eitt boðaði frá, at ognin hjá Eik í Atlantic Petroleum minkaði síðst í mars, tá Eik seldi Atlantic Petroleum 4.000 partabrøv í Atlantic Petroleum. Við søluni minkaði eisini ognin, og samstundis atkvøðurnar, hjá TF Holding í Atlantic Petroleum. TF Holding sigur í fráboðan í gjár, at eftir handilin boðaði Eik Markets ikki frá, at luturin hjá Eik í Atlantic Petroleum var farin niður um 10 prosent. Ikki fyrr enn í gjár varnaðust tey í Eik Markets mistakið, og tað harmast TF Holding um í fráboðan, sum varð send millum annað Fíggjareftirlitinum í gjár. Niður um 10 prosent Tann 29.mars í ár átti TF Holding 10,02 prosent av Atlantic Petroleum, Eik Banki átti 6,71 prosent og eitt annað dótturfelag hjá TF Holding, TF Íløgur, átti 3,31 prosent. Men dagin eftir, tann 30.mars, seldi Eik Banki Atlantic Petroelum 4.000 partabrøv. Nú fór luturin hjá TF Holding niður um 10 prosent. Hann er nú 9,87 prosent. Tað átti Eik Markets at havt boðað frá alt fyri eitt. Men tað varð ikki gjørt fyrr enn í gjár, tá tey varnaðust mistakið, stendur í fráboðan frá TF Holding, sum Atlantic Petroelum, sum er børsskrásett felag, sendi víðari. At tveita fisk fyri borð aftur eigur at steðga. Tað staðfesta fiskimálaráðharrarnir og landsstýrismenninir, sum hava havt fund í Reykjavík í hesi vikuni. Einki evstamark var kortini sett fyri, nær útblakingin skal steðga annað enn í næstu framtíð. Mett verður, at hvørt ár verða okkurt um sjey milliónir tons av fiski tveitt fyri borð aftur. Ráðharrar og landsstýrismenn úr Kanada, ES, Íslandi, Russlandi, Norra, Føroyum og Grønlandi hittast hvørt ár at viðgera fiskivinnuna í Norðuratlantshavi. Hesi londini eiga okkurt um 20 prosent av heimsins fiskiveiðu. Í ár var ráðharrafundurin í Reykjavík. Fundurin viðgjørdi eisini marknaðarviðurskifti og úrslitið av ST ráðstevnuni, Rio 20, um burðardygga menning. Á nýggjárinum verða krøvini fyri at fáa dagpengar úr landskassanum herd. Tað sæst í lógaruppskoti, sum Almannamálaráðið hevur sent til hoyringar. Kravið um tilknýti til arbeiðsmarknaðin fyri at fáa dagpengar verður hert. Og rætturin hjá fyritíðarpensjónistum at fáa dagpengar verður avmarkaður. Sambært uppskotinum hækkar kravið um tilknýti til arbeiðsmarknaðin úr 20 tímum upp í 80 tímar seinastu fimm vikurnar. Tað merkir, at eitt meira støðugt tilknýti til arbeiðsmarknaðin krevst fyri at vera í sjúkradagpengaskipanini. Og fólk, sum fáa hægstu fyritíðarpensjón, missa rættin til dagpening vegna sjúku. Hjá fólki við miðal ella lægstu fyritíðarpensjón verður rætturin til dagpening lækkaður úr 40 niður í 20 vikur. Almannamálaráðið veit ikki rættiliga, hvussu nógv, landskassin sparir. Men missa fyritíðarpensjónistar við hægstu pensjón dagpengarnar, sparir landið 1,8 milliónir krónur um árið. Uppskotið er partur av tiltøkunum í Búskaparfrágreiðingini Á rættari kós fyri at røkka málinum um at halda játtanarkarmin fyri 2013. TAKS fer at strika fleiri tíggjutals milliónir í meirvirðisgjaldi, tí vónleyst er at fáa pengarnar í landskassan. Somu fyritøkur hava skyldað MVG í nógv ár, onkur frá fyrsta árinum, vit høvdu meirvirðisgjald í Føroyum. Ein fyritøka skyldar níggju milliónir í meirvirðisgjaldi. Tann 18.juni átti TAKS 108 milliónir krónur til góðar í meirvirðisgjaldi. Tað er munurin millum sølu mvg og keyps mvg, sum skal latast landskassanum. Tað sigur Landsgrannskoðanin í einum uppriti um MVG eftirstøður til Løgtingsgrannskoðararnar. 773 virki og einstaklingar skylda mvg, 15 skylda meira enn eina milliónirkrónur hvør, tilsamans 36,7 milliónir krónur Tað er ein triðingur av skuldini. Størsta eftirstøðan 18.juni var 9 milliónir krónur. Nógv vaksið síðani 2009 Frá 2002 til 2008 vóru eftirstøðurnar millum 5 og 6,5 av inntøkunum av meirvirðisgjaldi. Men í 2009 fara eftirstøðurnar at vaksa. Við árslok 2009 vóru eftirstøðurnar 7,9 , í 2010 9,5 og í 2011 fóru tær upp um tíggju prosent av MVG inntøkunum. Í fjør gjørdi TAKS eina kanning, sum vísti, at byggivinnan eigur triðingin av eftirstøðunum. Meirvirðisgjaldið kom í 1992. Longu árið eftir, í 1993, var eftirstøðan 30 milliónir. Landsgrannskoðanin kannaði 15 mvg mál í 2006. Nakrar eftirstøður tá stavaðu frá 1992. Og nú, í 2012, eru somu skuldarar framvegis millum teir størstu. Landsgrannskoðanin hevur fingið eitt dømi frá TAKS. Ein fyritøka skyldar 2,8 milliónirkrónur Skuldin stavar frá 1995. TAKS pantar skuldina regluliga fimta hvørt ár fyri at slíta fyrningarfreistina. Allar pantingarnar higartil hava verið úrslitaleysar. Skuldin økist hvønn mánað við rentutilskriving. Rentuparturin av skuldini er nú 2,4 milliónir. Hava avskrivað 65 milliónir krónur Frá 2005 til 2011 hevur avskrivað TAKS 64,7 milliónirkrónur av MVG skuld. TAKS kann strika skuldina, um skuldarin hevur fingið skuldarumlegging frá skuldarumskipanarnevndini, skuldarsanering, ella um felagið er strikað í partafelagsskránni, av tí at felagið er tikið av, og eingin peningur er at gjalda MVG krøvini. TAKS væntar at skula strika 33 milliónir afturat í næstum. Fyrr í ár fekk TAKS størri heimildir frá løgtinginum at fara eftir teimum, sum skylda meirvirðisgjald. Færøernes Kommando, sum seinastu árini hevur hildið til í Mjørkadali, flytur nú oman aftur í Havnina. Færøernes Kommando flytur í bygningin, har MRCC Tórshavnradio og Tilbúgvingarstovnurin halda til á Tinghúsvegnum. Skrivað varð undir leigusáttmála í dag, og flutt verður um miðjan august, tá nakrar umvælingar eru gjørdar. Broytir navn Færøernes Kommando og Grønlands Kommando skulu leggjast saman í Værnsfælles Arktisk Kommando, sum verður staðsett í Nuuk í Grønlandi. Samstundis broytir Færøernes Kommando navn til Forbindelseselement Færøerne under Værnsfelles Arktisk Kommando, og tað er hesin stovnurin, sum nú flytur sítt virksemi í bygningin við Tinghúsvegin. 4 6 starvsfólk verða á stovninum, og virksemið, sum danska verjan higartil hevur røkt í Føroyum við verjuskipi og tyrlu, heldur fram óbroytt. Henrik Weihe Joensen, virkandi stjóri á MRCC Tórshavnradio og Tilbúgvingarstovninum, sigur, at søguliga hevur Tilbúgvingarstovnurin havt tætt samband við Færøernes Kommando, tá ið ræður um bjarging. Hetta samtarvið heldur fram og verður styrkt, nú stovnarnir fara at húsast undir somu lon, sigur hann. Higartil í ár eru skrásett 92 fleiri akfør enn somu tíð í fjør. Vøksturin er 15 prosent. Frá 1. januar til 1. juli skrásetti Akstovan 705 akfør samanborið við 613 somu tíð í fjør. Í juni vórðu seld 35 fleiri akfør enn sama mánað í fjør, 151 í ar og 116 í fjør. Fyrstu seks mánaðirnar skrásetti Akstovan 96 fleiri nýggjar persónbilar. Í ár eru seldir 519 persónbilar samanborið við 423 somu tíð í fjør. Vøksturin er umleið 23 prosent. 22 fleiri vøruvognar eru seldir ár og fimm fleiri hýrubilar. Prutlini eru færri, 32 í ár samanborið við 45 í fjør. Tunesia fer at kalla Arabisku Samgonguna saman til snarfundar við tí fyri eyga at kanna, hví palestinski leiðarin, Yasser Arafat, doyði í 2004. Nýggjar upplýsingar benda á, at Arafat varð eitraður. Tunesiski uttanríkisráðharrin, Rafik Abdessalem, sigur, at ætlanin er at seta eina altjóða nevnd at kanna málið. Vit skylda Arafat tað, tí hann hevði so stóra ávirkan á palestinsku søkina, sigur tunesiski uttanríkisráðharrin eftir ein fund við forseta landsins. Nógv bendir á, at Yasser Arafat varð eitraður við evninum polonium, vísa starvsstovukanningar av klæðum, náttklæðum og tannbustini hjá Arafat. Kona palestinska leiðaran, Suha, hevur eisini mælt til, at tað verður kannað, hví Arafat doyði. Talan kann verða um at grava líkið uppaftur. Tað var evnið polonium, sum beindi fyri frálopna KGB njósnaranum, Aleksander Litvinenko, í London í 2006. Tveir menn eru settir í samband við deyða Litvinenko, men Russland hevur sýtt fyri at samstarva við bretsku løgregluna um málið. Regattan verður sett klokkan 19 í kvøld, tá borgarstjórin í Klaksvík, Gunvá við Keldu bjóðar vælkomin. Møguleiki verður hjá almenninginum at vitja skipini, meðan tey liggja við bryggju. Seinni í kvøld verður skipað fyri bæði føroyskum dansi og harmonikudansi í samband við tiltakið. Í morgin sigla skipini til Havnar, har móttøka verður í Vágsbotni. Síðan verður farið til Sands, har skipini liggja leygarnáttina. Leygardagin verður so siglt suður til Vágs. Skipað verður fyri ymsum tiltøkum í øllum havnunum, har Føroya Regatta støðgar á. 13 skip og motorbátar verða við í skipafylginum. Tey eru Johanna, Westward Ho, Norðlýsið, Dragin, Thorshavn, Fram, Nólsoyar Páll, Makrelurin, Ólavur, Brimnes, Norðan, Heimdal og Høgna Jákup. Nøkur av skipunum eru bara við ein part av túrinum. Um ólavsøkumundið vitjar grønlendski landsstýrismaðurin, Anthon Frederiksen, í Føroyum. Hann kemur at vitja føroyska starvsbróður sín, Kára P. Højgaard, landsstýrismann í innlendismálum, frá 25. til 30. juli. Anthon Frederiksen er landsstýrismaður í innlendis , umhvørvis og kommunumálum, og hann fer á vitjanini í Føroyum at kunna seg um hesi viðurskifti, við tí endamáli at styrkja samstarvið landanna millum, skrivar Innlendismálaráðið. 25. juli hevur Kári P. Højgaard boðið umboðum fyri Kommunusamskipan Føroya og Føroya Kommunufelag á fund við grønlendska landsstýrismannin. Á ferðini verður vitjað ymsastaðni í Føroyum millum annað í Dímun, í Eysturoynni og í Suðuroy. Samtakið Varðin í Gøtu, sum millum annað eigur fleiri uppsjóvarskip, hevði 114 milliónir krónur í avlopi eftir skatt í fjør. Norðlýsið skrivar, at nettosølan hjá samtakinum er hækkað úr góðum 200 milliónum í 2009 upp í 423 milliónir krónur í 2011. Tvey tey seinastu árini hevur samtakið P F Varðin rindað góðar 230 milliónir krónur í lønum og góðar 50 milliónir krónur í partafelagsskatti. P F Varðin eigur allan partapeningin í P F Hvamm, P F Krossbrekku, Driftini P F og spf. Gulenni, ið eiga nótaskipini Trónd í Gøtu, Finn Fríða, Jupiter og Saksaberg. Eiga 45 í Faroe Origin Í fjør var Varðin við til at stovna P.f. Faroe Origin . Eigaraparturin er 45 . Hetta felag hevur keypt fýra trolarar og flakavirki burtur úr trotabúnum Faroe Seafood. Í 2011 hevur felagið eisini stovnað spf. 17. Mai 2011, sum eigur trolaran Heyk. Sambært roknskapinum var skuldin í Varðanum tilsamans 376 milliónir krónur Felagið hevði 282 milliónir krónur í tøkum peningi við árslok í fjør. Sambært roknskapinum er ognin bókað til eitt virði, sum er 548 milliónir krónur, skrivar Norðlýsið. Um dagarnar læt nýggja uppsjóvarvirkið Varðin Pelagic upp á Tvøroyri. Tað felagið varð stovnað fyrst í hesum árinum. Fíggjarstovnar í danska ríkinum hava fingið freist til 1.november at sannføra Fíggjareftirlitið um, at teir lúka nýggju krøvini um vitan og royndir hjá nevndarlimunum. Fíggjareftirlitið kunngjørdi í gjár nýggju krøvini, sum hava verið til hoyringar. Eitt krav er, at í stórum fíggjarstovnum skal minst ein nevndarlimur hava leiðararoyndir frá einum øðrum viðkomandi fíggjarstovni. Tað kunnu vera royndir frá stjórastarvi, varastjórastarvi ella kredittstjórastarvi til dømis. Fíggjareftirlitið bíðar eftir, at aðalfundirnir hjá fíggjarstovunum í 2013 hava verið, og fer tá at kanna, um allir stovnar halda nýggju krøvini um førleikar hjá nevndarlimunum. Krøvini umfata peningastovnar, realkredittstovnar, tryggingarfeløg, lívstryggingarfeløg og eftirlønarveitarar. Tann 18.juni átti TAKS 108 milliónir krónur til góðar í meirvirðisgjaldi. Tað er munurin millum sølu mvg og keyps mvg, sum virki skulu gjalda landskassanum. Tað sigur Landsgrannskoðanin í einum uppriti um MVG eftirstøður til Løgtingsgrannskoðararnar. 15 virki og fólk skylda meira enn eina milliónirkrónur hvør, tilsamans 36,7 milliónir krónur Tað er ein triðingur av skuldini. Frá 2002 til 2008 vóru eftirstøðurnar millum 5 og 6,5 av inntøkunum av meirvirðisgjaldi. Men í 2009 fara eftirstøðurnar at vaksa. Við árslok 2009 vóru eftirstøðurnar 7,9 , í 2010 9,5 og í 2011 fóru tær upp um tíggju prosent av MVG inntøkunum. Í fjør gjørdi TAKS eina kanning, sum vísti, at byggivinnan eigur triðingin av eftirstøðunum. Báðir teir stóru bankarnir, BankNordik og Eik, fara at lækka rentuna á lánum til sethús. Báðir boða frá, at rentan lækkar við 0,2 prosentstigum, úr 5,7 prosentum, niður í 5,5 prosent. Samstundis lækkar rentan á innlánum hjá privat og vinnukundum, við 0,4 prosentstigum. Rentulækkingin hjá BankNordik kemur í gildi 23. juli, og hjá Eik kemur rentulækkingin í gildi frá 9. august. Lækkandi marknaðarrentur og marknaðarstøðan í Føroyum er orsøk til renulækkingina, siga bankarnir. Ísland hevur ikki slakað fyri ES og Noregi í makrelmálinum. Tað sigur íslendski fiskimálaráðharrin, Steingrímur J. Sigfússon, við íslendska kringvarpið. Í gjár boðaðu Maria Damanaki, fiskivinnukommisserur í ES, og norski fiskimálaráðharrin, Lisbeth Berg Hansen, frá ráðharrafundi um makrel í London tann 3.september. Fundurin verður millum ES, Noreg og Ísland. Føroyar eru ikki nevndar í fráboðanini. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, segði við Útvarpið í gjár, at ES og Norra hava valt nýggjan taktikk í makrelmálinum og royna nú at fáa semju við Ísland. Støðan í makrelstríðnum er óbroytt, segði íslendski fiskimálaráðharrin í gjár. Steingrímur J. Sigfússon segði við íslendska kringvarpið, at Ísland fiskar 15 16 prosent av heildarkvotuni, men ES og Norra bjóða teimum minni enn tíggju prosent Ikki bjartskygdur Íslendski fiskimálaráðharrin, sigur, at hann er ikki alt av bjartskygdur, men fráboðaði fundurin í London fyrst í september hevur eitt ávíst signalvirði. Og tað er rætt at fara á tann fundin. Hetta er tó eitt torført mál at loysa, tí talan er um so øgiliga nógvar pengar, og langt, líka langt, sum tað var, er enn millum partarnar. Maria Damanaki segði í Reykjavík í gjár, at hon ivast í, um til ber at samráðast við Ísland, sum vil sleppa upp í ES, um fiskivinnumál, so leingi makrelósemjan ikki er loyst. ES hevur slakað nógv, og hevur boðið Íslandi 60 prosent meira av makrelkvotuni enn fyri trimum árum síðani. Endar norska nótaskipið, Kanstadfjord, sum er selt til Føroya, á norskum svartalista, ber ikki til at keypa skipið aftur til Norra, skrivar Fiskeribladet Fiskaren. P f Næraberg í Klaksvík hevur keypt Kanstadfjord, sum er komin til Klaksvíkar, og nú eitur Slættaberg. Noreg hevur ein svartalista við skipum, sum millum annað fiska av kvotum, sum Noreg ikki góðtekur. Føroyska makrelkvotan er ein teirra. Kunnu ikki keypast aftur Truls Konow, deildarstjóri í norska Fiskivinnuráðnum, sigur við Fiskeribladet Fiskaren, at norsk fiskiskip, sum eru seld til Føroya ella Íslands, kunnu ikki keypast til Norra aftur, enda tey á svartalistanum. Truls Konow sigur tó, at hansara deild hevur ongantíð mælt til at brúka svartalistar sum vápn í makrelstríðnum. Og starvsbróðir hansara í einari aðrari deild í Fiskivinnuráðnum, Stein Aring ge Johnsen í Tilfeingisdeildini, sigur eisini, at grundarlag er ikki fyri at seta skip, sum fiska makrel í Føroyum ella Íslandi, á nakran svartalista. Hetta er business Reiðarin í Ytterstad Fiskeriselskap, Magnus Ytterstad, sum seldi Kanstadfjord til Føroya, sigur við Fiskeribladet Fiskaren, at hann ivaðist ongantíð í at selja skipið til eitt land, sum er í makrelkríggi við Norra og ES. Yvirhøvur ikki. Hetta er business og einki annað. Føroyingar vildu keypa skipið, og vit fingu ein prís fyri tað, sum vit eru nøgdir við, sigur Magnus Ytterstad við norska fiskivinnublaðið. Sambært Fiskimálaráðnum her hjá okkum varð Slættaberg skrásettur í Føroyum í gjár. Skipið hevur enn ikki fingið nakað fiskiloyvi. Slættaberg, sum er bygdur í 1995, skal fiska makrel og taka í móti makreli í summar. Í 2006 seldi Ytterstad Fiskeriselskap verksmiðjutrolaran M Ytterstad, sum fiskar uppsjóvarfisk, til Islands. Arbeitt verður við at gera eitt biogassverk í Føroyum. Tað kann sleppa bøndrunum undan at gera stórar íløgur í nýggjar køstar, slógv frá fiskivinnuni kann koma til sættis, og tað kann geva bæði el og hita. Ein frágreiðing sum Jarðfeingi gjørdi í 2010, vísir, at tað fer at kosta einar 50 milliónir krónur at gera verkið, og inntøkurnar kunnu vera einar seks milliónir krónur um árið. Tað er Jarðfeingi, sum saman við Búnaðarstovuni og Meginfelag Búnaðarmanna, arbeiðir við ætlanini. Nú nýggj kunngerð um taðing er komin í gildi, verður neyðugt hjá bøndrunum at gera køstar til at goyma mykjuna í. 20 garðar Anna Rubeksen, forkvinna í Bóndafelag Føroya, sigur, at tað eru minst 20 garðar, sum hava tørv á at gera íløgur í nýggjar køstar at goyma mykjuna í. Verður biogassverkið veruleiki, sleppa bøndurnir undan at gera íløguna, tí tað kann taka ímóti mykjutøðunum. Og haraftrat skal biogassverkið taka ímóti slógvi og øðrum úrdráttum frá fiski og alivinnuni. Í 2010 gjørdi Joan Berg Johansen eina kanning, saman við Tekniska skúla í Tórshavn og Jarðfeingi, um eitt biogassverk. Niðurstøðan var, at grundarlag er fyri einum hampuliga stórum biogassverki í Føroyum. Verkið skal helst vera á Sundi, í sambandi við Sundsverkið hjá SEV og fjarhitaskipanina hjá Fjarhitafelagnum. Pláss er fyri einum verki, sum hvørt ár kann taka móti 50.000 tonsum av rávøru, framleiða el og hita svarandi til eini 1.500 tons av olju, og sum kann lata frá sær umleið 50.000 tons av flótandi tøðum. Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum. Fróðskaparsetrið hevur fingið tilsamans 350 umsóknir til útbúgvingarnar, sum stovnurin bjóðar. Tað eru munandi fleiri enn í fjør, tá 273 søktu. Tey flestu, sum hava søkt í ár, ætla sær undir útbúgving sum lærari, námsfrøðingur og sjúkrarøktarfrøðingur Býtið av umsóknum til útbúgvingarnar er hetta 23 Føroyskt BA Hjúnabond millum samkynd eru ikki galdandi í Føroyum. Tá fólkatingið samtykti, at samkynd kunnu giftast í donsku kirkjuni, spurdi Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, danska sosialmálaráðharran, hvørja støðu hesi hjúnabond hava í Føroyum, um giftu pørini flyta til Føroya. Karen Hækkerup, sosialmálaráðharri, sigur, at tá lógin ikki er sett í verk í Føroyum, fer eitt hjúnaband, sum er knýtt í Danmark millum tvey av sama kyni, ikki at verða viðurkent ella at fáa rættarvirknað í Føroyum. Karen Hækkerup leggur tó afturat, at endaligu avgerðina má dómstólurin taka. Fólk mugu ansa sær, um tey hava keypt agurkusalati av merkinum First Price. Heilsufrøðiliga Starvsstovan boðar frá, at glaspetti eru funnin í einari krukku, og at vøran tí er afturkallað. Slík glaspetti kunnu skaða munn, tenn, svølg og í ringasta føri maga tarmskipanina. Tað er Samsøs Konservesfabrik, sum hevur framleitt og nú afturkallar vøruna, tí vandi er fyri, at øll vørueindin kann innihalda glaspetti. Tað snýr seg um agurkusalat í krukku, av merkinum First Class. Vøran heldur sær til 1. juni 2014. Fólk, ið hava keypt vøruna, verða biðin um at beina hana burtur ella lata handlinum hana aftur. Heilsølur, sum hava selt vøruna, hava kallað hana innaftur, og hava biðið handlar taka hana av hillunum. Advokaturin, sum varð biðin um at skriva stevningarnar eftir endurgjaldi frá Eik fólkunum, hevur latið Fíggjarligum støðufesti stevningarnar. Eg eri liðugur við mítt arbeiði. Meiri vil Carsten Fode, advokatur, ikki siga um ætlaðu stevningarnar móti teimum, sum ráddu fyri borgum í føroyska partinum av gamla Eik banka. Carsten Fode vísir annars til Fíggjarligt støðufesti. Tað eydnaðist ikki fyrrapartin at fáa at vita frá Fíggjarligum støðufesti, hvat tey nú gera. Fyrst í juni segði Carsten Fode, sum fyri Fíggjarligt støðufesti fyrireikaði stevning móti bankaleiðsluni, við Útvarpið, at arbeiðið bleiv liðugt fyri 1.juli. Í gjár segði hann, at hann er liðugur við arbeiðið. Annað enn tað vildi hann ikki upplýsa um málið. Stevnd eftir 250 milliónir krónur Í desember í fjør var Carsten Fode liðugur at fyrireika rættarmálið móti leiðsluni í danska partinum av gamla Eik Banka. Har eru átta fólk stevnd eftir 250 milliónum krónum. Sakarkravið byggir á advokatkanningina, sum Carsten Fode gjørdi fyri Fíggjarligt støðufesti í fjør summar. Kanningin staðfesti eisini, at tað er rætt at krevja endurgjald frá føroyskum stjórum og nevndarlimum og grannskoðarum fyri ikki at halda sína lógarásettu skyldu. Millum annað 12 nevndarlimir, sum skrivaðu undir roknskapir hjá Eik, vóru á listanum hjá Carsten Fode. Fíggjareftirlitið kannar eisini Fyri einum góðum ári síðani boðaði danska Fíggjareftirlitið frá, at tað kannaði eisini Eik, bæði Eik í Føroyum og Eik í Danmark. Vit gera okkara egnu kanning, um lógarbrot eru framd, segði Julie Galbo, varastjóri í Fíggjareftirlitinum. Kanningin hjá Fíggjareftirlitinum er ikki liðug enn, sigur Søren Møller Christensen, kunningarstjóri. Hann sigur, at tey miða eftir at vera liðug í ár. Fíggjareftirlitið kannar, um leiðslan í Eik í Føroyum og í Eik í Danmark hevur svikið, um talan er um ledelsessvigt . Heldur Fíggjareftirlitið, at lógarbrot eru framd, fer tað at leggja tilmæli um at melda tey, sum høvdu ábyrgdina, til politiið fyri Det Finansielle Virksomhedsr aring d. Det Finansielle Virksomshedsr aring d er ovasti avgerðarmyndugleiki í prinsipiellum eftirlitsmálum og eftirlitsmálum, sum hava týdning í framtíðini. Tað ráðið tekur so støðu til, um nakar skal meldast. Landsstýrissamgongan hevði mist meirilutan, var løgtingsval nú. Tað vísir ein veljarakanning, sum Gallup Føroyar hevur gjørt fyri Sosialin. Fólkaflokkurin hevði mist tríggjar tingsessir, og Sjálvstýrisflokkurin hevði ikki rokkið upp um tinggáttina. Sambandsflokkurin hevði varðveitt sínar átta tingsessir, og Miðflokkurin hevði eisini varðveitt báðar sínar sessir, vísir kanningin. Sostatt hevði samgongan tódnað úr 19 niður í 15 tingsessir, og hevði mist meirilutan. Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi fáa teir fýra tingsessirnar, sum Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin missa. Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi høvdu fingið hvør sínar tveir tingsessir aftrat, og teir høvdu havt átta tingsessir hvør, var val nú. Missa nærum sjey prosentstig Kanningin vísir, at Fólkaflokkurin hevði mist 6,8 prosentstig av atkvøðunum, samanborið við løgtingsvalið 29. oktober í fjør, og hevði fingið fimm tingsessir. Sambandsflokkurin hevði mist hálvt triðja prosentstig av atkvøðunum, men hevði varðveitt sínar átta tingsessir. Javnaðarflokkurin hevði fingið 5,3 prosentstig aftrat, og hevði verið størsti flokkur, var val nú. Javnaðarflokkurin hevði fingið átta tingsessir. Framgongdin hjá Tjóðveldinum hevði verið 3,8 prosentstig, og flokkurin hevði eisini fingið átta tingsessir. Miðflokkurin og Framsókn høvdu havt eina lítla framgongd, ávikavist 0,9 og 0,6 prosentstig, og teir høvdu varðveitt sínar tingsessir. Hinvegin hevði afturgongdin hjá Sjálvstýrisflokkinum, 1,3 prosentstig, verið so stór, at flokkurin hevði mist sín tingsess, vísir veljarakanningin, sum Gallup Føroyar hevur gjørt fyri Sosialin. Tann 3.september verður politiskur fundur í London um makrelin. Fundurin verður millum ES, Noreg og Ísland. Tað siga Maria Danamaki, ES nevndarlimur í fiskivinnumálum, og Lisbeth Berg Hansen, fiskimálaráðharri í Noregi, í felags fráboðan, sum tær sendu út í Reykjavík í gjár. Tað gjørdu tær eftir ein fund við íslendska fiskimálaráðharran, Steingrím J. Sigfússon. Føroyar eru ikki nevndar við einum orði í fráboðanini. Endamálið við fundinum á ráðharrastigi í London tann 3.september, har sum Føroyar ikki vera við sambært fráboðanini hjá ES og Norra, er at loysa makreltrætuna. Tíggju ár er farin síðan syndarligu flogvanlukkuna í loftrúminum yvir Uberingen í Týsklandi. Eitt russiskt Tupulev TU 154 flogfar stoytti saman við eitt Boing 757 farmaflogfar. Í russiska flogfarinum sótu millum onnur kona Vitalij Kalojev og bæði børn teirra. 71 fólk doyðu í vanlukkuni. Danskur flogleiðari fekk skyldina Kanningar vístu skjótt, at stórir manglar vóru í sveisisku eftirlitsskipanini, sum stýrdi flogferðsluni. Bara ein flogleiðari var á vakt, ein dani. Hann skuldi leiða tvær støðir, og stríddist samstundis við tøkniligar trupulleikar. Bara 1 minutt áðrenn samanstoytin varnaðist flogleiðarin, at vandi var á ferð. Hann gav russiska Tupolov flogfarinum boð um at broyta kós, so tað kom at flúgva lægri. Men Boing flogfarið lækkaði eisini sína hædd, og tey brustu saman. Danski flogleiðarin, Peter Nielsen, gjørdist svartiper í hesi sorgarsøgu. Angrar onki Russiski Vitalij Kalojev tók hendingina so nær, at hann setti sær fyri at hevna. Og 24. februar í 2004 varð Peter Nielsen stungin til deyðist uttan fyri heim sítt í Sveis.Vitalij Kalojev varð dømdur 8 ára fongsulsrevsing í Sveis, men varð latin leysur 5 ár seinni. Eg angri onki, men hinvegin fekk eg tað onki betur at gera av við Peter Nielsen, sigur Vitalij Kalojev. Oljuleitingar virksemið hjá Statoil byrjaði seinast í juni mánaða í ár. Leiðslan í Vága Floghavn ivast ikki í, at tað fer at fáa ávirkan á flúgvingina, bæði á rutuni millum Føroyar og Danmark og á rutini millum Føroyar og Noreg. Roknað verður eisini við fleiri norskum ferðafólkum í ár, og tað heldur Vága Floghavn vera góð tíðindi hjá ferðavinnuni. Fleiri smærri flogfør At flogvøllurin varð longdur úr 1.250 metrum upp í 1.799 metrar, hevur millum annað havt við sær, at fleiri smærri flogfør eru lend í Føroyum. Talan er um flogfør, sum taka úr 2 upp í 10 ferðafólk. Talið á smáum flogførum, sum eru lend í Vágum, og sum eru komin úr øðrum londum enn Danmark, er vaksið við 25 prosentum. Nøkur flogfør steðga bert í nakrar fáar tímar, meðan onnur steðga í nakrar fáar dagar, upplýsir Vága Floghavn. Tróndur í Gøtu er í Kollafirði við 1050 tonsum av makreli og sild. Hetta er fyrsti túrurin, Tróndur í Gøtu hevur roynt nýggju pumpuna, sum pumpar fiskin livandi umborð. Tróndur í Gøtu royndi eftir makreli norðan fyri Føroyar saman við Finni Fríða og Jupiter. Tróndur pumpaði fiskin úr trolinum, so hvørt sum hann kom í trolið hjá Finni Fríði og Jupiter, sum partrolaðu. Skiparin á Tróndi í Gøtu, Frits Thomsen, letur væl at góðskuni. Sambært heimasíðuni hjá reiðarínum, Varðanum, kom fiskurin spraklandi niður í kølitangarnar. Støddin er góð, okkurt um 400 gramm í miðal á makrelinum og 320 gramm á sildini. Tað tekur hálvt annað samdøgur hjá Tróndi í Gøtu at landa í Kollafirði. Lærarafelagið noktar limum sínum at søkja inn á ískoytisútbúgvingina fyri eldri lærarar, tí enn er ógreitt, hvør skal gjalda. Í sambandi við, at ískoytisútbúgving til bachelor fyri fólkaskúlalærarar og námsfrøðingar nú er boðin út, hevur Lærarafelagið sent Mentamálaráðnum nakrar spurningar um skeiðið. Lærarafelagið vil hava at vita, um Mentamálaráðir rindar skeiðsgjald og ferðagjald fyri teir fólkaskúlalærarar, ið søkja útbúgvingina. Eisini vil felagið hava at vita, hvussu stóran niðurskurð í tímatalinum, lærarnir kunnu vænta at fáa, meðan teir taka útbúgvingina. Lærarafelagið hevur enn ikki fingið svar frá Mentamálaráðnum, og tí noktar felagið sínum limum at søkja um upptøku til útbúgvingina. Tað var síðst í juni, at kunngerðin um ískoytisútbúgvingina varð lýst. Føroyingar, sum sigla við útlendskum farmaskipum ella arbeiða í frálandavinnuni, vóna nú, at løgtingið fer at samtykkja uppskotið hjá Fíggjarmálaráðnum um pensjónsskattin. Felag teirra, Antares, fegnast um loysnina, sum Fíggjarmálaráðið boðaði frá fríggjadagin. Vit taka undir við fráboðaðu loysnini og vóna, at løgtingið ger tað sama, sigur Dánjal Jákup Meinertsson, formaður í Antares. Hann sigur, at nú trupulleikarnir við pensjónsskattingini tykjast loystir, vónar felagið, at greiða eisini fæst á inntøkuskattingina eftir ólavsøku. Fíggjarmálaráðið kunngjørdi fríggjadagin, at føroyingar, sum hava útlendskan arbeiðsgevara og útlendskan eftirlønarveitara, kunnu sleppa undan, at eftirlønin verður skattað við inngjaldi. Lógaruppskot um hetta kemur í tingið á ólavsøku. Serskipan Uppskotið verður um eina serskipan, sum føroyingar, sum hava útlendskan arbeiðsgevara og útlendskan eftirlønarveitara, kunnu velja. Taks hevur ongan myndugleika yvir útlendskum arbeiðsgevarum ella pensjónsfeløgum. Taks kann tí ikki áleggja teimum at fylgja ásetingunum í føroysku rentutryggingarlógini, millum annað ásetingini um at skatta inngjaldið ásannar Fíggjarmálaráðið. Eftir at lógarásetingin um skatting av eftirlønum við inngjald frá 1.juli 2012 eisini fevnir um útlendskar eftirlønarskipanir, kundu føroyingar, sum arbeiða uttanlands, komið í vanda fyri at fáa eina stóra eyka skattarokning. Eisini kundu tey í ringasta føri fingið eftirlønina skattaða tvær ferðir. Eyðun Jacobsen, fyrrverandi borgarstjóri í Svínoyar kommunu, er illa við av tíðindunum um, at eldrasambýlið í Svínoy verður av ongum. Myndugleikarnir hava tikið tilsøgnina um stuðul til bygging og rakstur aftur, og í løtuni er ógreitt, hvat húsið, har eldrasambýlið skuldi vera, skal brúkast til. Tað varð reist herfyri, og verður nú lokað inni. Svínoyar kommuna fekk tilsøgn frá Almannamálaráðnum um stuðul til eldrasambýlið, áðrenn kommunan legði saman við Klaksvíkar kommunu í 2009. Níggju fólk og fimm milliónir krónur Heimið skuldi hýsa níggju fólkum, og kostnaðurin varð mettur til fimm milliónir krónur Fyri at fáa stuðulin frá Almannamálaráðnum varð neyðugt at samstarva við aðra kommunu, og bert Klaksvíkar kommuna setti seg føra fyri at hjá svínoyingum fíggjarliga. Men tíðirnar versnaðu, og í Klaksvík var ikki peningur at halda fram við ætlanini um eldrasambýli í Svínoy. Síðani hava myndugleikarnir tikið tilsøgnina um stuðul til bygging og rakstur aftur. Eyðun Jacobsen sigur, at soleiðis er, tá politikkur kemur uppí, men ætlanin er at biðja um innlit, so greiði fæst á, hvat er hent í málinum, sigur hann. Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum. Faroe Pelagic í Kollafirði fer at byggja eina nýggja frystigoymslu fyri 30 40 milliónir krónur. Hanus Hansen, stjóri, sigur við Dimmalætting, at samstarvið flutningsfelagið Samskip, sum hevur fryst alla vøruna, hevur riggað væl, men tað er ikki nøktandi. Tí verður farið at byggja frystigoymslu. Frystihúsið verður bygt saman við bygningunum hjá Faroe Pelagic og Samskip á havnalagnum í Kollafirði. Hóast Faroe Pelagic byggir, verður tað framvegis Samskip, sum fer at reka nýggja frystihúsið. Samstarvið okkara millum hevur verið gott, og tí hava vit avgjørt at brúka hesa loysnina, sigur Hanus Hansen við Dimmalætting. Higartil hevur Faroe Pelagic verið einasta virki á landi, sum hevur tikið ímóti uppsjóvarfiski til matna. Nú fær virkið í Kollafirði kapping, tí Varðin Pelagic á Tvøroyri er eisini farið at taka ímóti uppsjóvarfiski. Í eini roynd at betra um egið umdømið og umdømið hjá Norðurkorea, ætlar Kim Jong Un at geva fólkinum størri frælsi og lættari atgongd til undirhald. Fyri at vísa vilja sín í verki, hevur hann tikið fleiri forboð, sum faðir hansara setti í verk, burtur. Millum annað fáa kvinnur nú lovyið at ganga í vanligum buksum og skóm, og kvinnur fáa eisini loyvið at ganga við oyraringum. Um ein kvinna varð tikin fyri at ganga í óhóskandi buksum, kundu buksubeinini mangan verða klipt av beint har, sum kvinnan var stødd, sigur Park Ye Kyong sambært ABC News. Hon flýddi til Suðurkorea í 2004. Ungi koreanski leiðarin fer eftir ætlan at loyva nógv fleiri fólkum fartelefon. Loyvi skal gevast privatum at lata matstovur upp, og hann bjóðar pitsum, hamburgarum og øðrum vesturlendskum matarsiðum vælkomnum. Keld ABC News og tv2.no Hóast tað ikki løgfrøðiliga kann staðfestast, at løgmaður og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hava brotið stýrisskipanarlógina, tí teir ikki ráðførdu seg við uttanlandsnevndina um samráðingar um blokkstuðulin, heldur minnilurin í landsstýrismálanevndini, Sirið Stenberg, at lógin er brotin. Sirið Stenberg úr Tjóðveldi er forkvinna í landsstýrismálanevndini. Sambært stýrisskipanarlógini skal landsstýrið ráðføra seg við uttanlandsnevndina um mál millum Føroyar og Danmark, sum hava stóran týdning. Sirið Stenberg heldur, at málið um blokkstuðulin hevur stóran týdning, og tí er stýrisskipanarlógin brotin, sigur hon. Sirið Stenberg sigur, at landsstýrismálanevndin má hava loyvi til at hava politiskar tulkingar eins og tey í landsstýrinum. Annars stendur tulkingin hjá eitt nú løgmanni einsamøll eftir, og hann hevur tulkingarrrættin. Landsstýrismálanevndin skal ikki bara gera løgfrøðiligar niðurstøður. Annars er eingin meining í at hava nevndina, sigur Sirið Stenberg. Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum. Yitzak Shamir varð jarðaður í Mount Herzl kirkjugarðinum í tí partinum, sum er settur av til ísraelskar leiðarar og hetjur. Ísraelski forsetin og politiski mótstøðumaðurin hjá Shamir, Shimon Peres, rósti Shamir á hátíðarhaldinum við jarðarferðina. Hann var ein stríðsmaður. Hann stríddist fyri fólkið, landi og í anda forfedranna, segði Shimon Peres, forseti. Tvær ferðir forsætisráðharri Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri, byrjaði sítt politiska virki, tá Yitzak Shamir var forsætisráðharri. Netanyahu segði, at Ísrael og jødiska fólkið altíð vóru fremst í huganum hjá Shamir. Sonur Yitzak Shamir, Yair Shamir, segði kensluborin, at pápi hansara hevði eina vón um at verða mintur sum ein maður, ið elskaði ísrael og ísraelska fólkið. Yitzak Shamir var forsætisráðharri tvær setur, fyrru ferð frá 1983 til 84, og seinnu ferður frá 1986 til 1992. Fyri fyrstu ferð verður fundur um makrelin á hægsta politiska stigi, nú fiskimálaráðharrarnir í londunum við Norðuratlantshav hava sín árliga fund. Maria Damanaki, nevndarlimur í fiskiivinnumálum í ES, norski fiskimálaráðharrin, Lisbeth Berg Hansen, og Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, eru øll í Reykjavík, og har er sjálvandi eisini íslendski fiskimálaráðharrin, Steingrímur J. Sigfússon. Hittast í dag Jacob Vestergaard sigur, at væntandi hittast tey fýra seinnapartin í dag og aftur í morgin, so hvørt sum skráin fyri ráðharrafundin loyvir tí. Makrelurin er annars ikki á skránni fyri fiskiráðharrafundin, men nú, tey øll eru í Reykjavík kortini, fara tey at tosa um makrel. Embætisfólkini, sum plaga at samráðast um makrel fyri Føroyar, eru við í Reykjavík. Talan er um at royna at rudda politiska slóð fyri samráðingunum um makrel, sum vera í heyst millum strandarlondini. Partaeigararnir í kollsiglda Amagerbankanum kanna nú, um grundarlag er fyri at stevna myndugleikunum í kjalarvørrinum av húsaganginum í bankanum, skrivar Jyllands Posturin. Felagið hjá partaeigarunum, Dansk Aktionærforening, hevur tikið stig til kanningina. Niels Mengel, formaður í partaeigarafelagnum, sigur, at tað er ein spurningur, um Amagerbankin yvirhøvur skuldi latið aftur. Samstundis hevur kamaradvokaturin endurskoðað metingina, hvussu nógv kreditorarnir eiga at fáa aftur. Kreditorarnir fáa meiri Tá Aamagerbankin læt aftur, kundu kreditorarnir vænta at fáa umleið 60 prosent av tí, teir áttu til góðar, afttur. Fimm mánaðir eftir húsagangin varð talið hækkað upp í 85 prosent, og nú er líkt til, at kreditorarnir kunnu vænta sær enn meiri. Niels Mengel sigur, at hetta bendir á, at aðrir møguleikar vóru enn at lata bankan fara, eitt nú at endurreisa hann. Men hesum vísir stjórin í Fíggjarligum Støðufesti, Henrik Bjerre Nielsen, aftur. Hann sigur, at treytin fyri at endurreisa bankan var, at onkur setti pening í. Og tað var eingin áhugi fyri at seta pening í Amagerbankan, tá freistin var úti, sigur Henrik Bjerre Nielsen við Jyllands Postin. BankNordik keypti tann sunna partin av Amagerbankanum, sum nú verður rikin undir navninum BankNordik. Ternan fer nú at røkja siglingina um Skopunarfjørð, tí Teistin hevur tekniskar trupulleikar. Strandferðslan sigur, at Ternan fer av Skopun klokkan 10.30 út í Hest og síðani á Gomlurætt. Síðani verður siglt eftir ferðaætlanini. Silja Star røkir Nólsoyarleiðina fyri Ternuna . Silja Star siglir fyrsta túr av Havnini klokkan 13.30 og 13.45 úr Nólsoy. Tá Teistin í morgun kom á Gomlurætt úr Skopun, slóknaðu motorarnir og øll ljósini. Tað gekk ein løta, áðrenn ferðafólkini sluppu í land. Conrad Joensen, rakstrarleiðari á Strandferðsluni, sigur við Portalin, at enn einaferð er brek á tí eina motorinum. Nær Teistin fer aftur í sigling, er ikki greitt. Innlit, ella vantandi innlit, í almenna fyrisiting fyllir nógv á borðinum hjá Løgtingsins umboðsmanni. Tey 10 árini, Løgtingsins umboðsmaður hevur virkað, eru komnar 129 klagur um innlit. 80 klagur eru um avgerðir hjá myndugleikum, hinar 49 eru um málsviðgerð hjá myndugleikum. Klagurnar um innlit eru vaksandi í tali. Hví so er, er ilt at siga. Kanska eru myndugleikarnir vorðnir kringari í at nýta lógina um alment innlit, heldur Umboðsmaðurin. Fyri at kanna hetta nærri ætlar Løgtingsins umboðsmaður í 2013 at kanna, hvussu myndugleikarnir viðgera áheitanir um innlit. Løgtingsins umboðsmaður sigur, at serliga fjølmiðlar kæra um, hvussu myndugleikar viðgera og avgreiða umbønir um innlit. Hesi 10 árini hevur Umboðsmaðurin annars skrivað 30 álit um, hvussu myndugleikar umsita innlitslógina. Eisini í ársfrágreiðingini hjá Umboðsmanninum fyri 2011 er serlig grein um innlit í fyrisitingina. Útvið helmingurin at føroyingum, eldri enn 15 ár, hevur eina inntøku, sum liggur millum 0 og 200.000 krónur um árið. Tað vísir nýggjasta kanningin av inntøkubýtinum, sum Hagstovan hevur gjørt fyri árið 2010. Kanningin vísir eisini, at eitt umleið eitt prosent av fólkinum hevði eina inntøku oman fyri eina millión krónur. 319 persónar forvunnu oman fyri milliónina í 2010, og tað eru 95 fleiri enn árið fyri. Hesi tølini eru bruttoinntøka. Hagstovan hevur eisini roknað út, hvat fólk hava eftir, tá skatturin er goldin Hesi tølini vísa, at føroyingar, eldri enn 15 ár, í miðal hava 146.267 krónur eftir um árið, tá skatturin er goldin. Tølini vísa, at tríggir fjórðingar hava eina tøka inntøku, sum er millum 0 og 200.000 krónur, meðan tvey prosent hava eina tøka inntøku, sum er oman fyri eina hálva millión. 35 føroyingar høvdu í 2010 eina millión krónur ella meiri tøka, tá skatturin varð goldin. Tað eydnaðist ikki londunum á sunnaru hálvu at fáa eitt uppskot samtykt í altjóða hvalaveiðinevndini, IWC, um at skipa sunnara part av Atlantshavinum sum eitt náttúrurufriðland reservat fyri hvalir. Altjóða hvalaveiðunevndin hevur leingi verið ósamd í hesum málinum, og ósemjan vísti seg aftur bert fáar tímar eftir, at ársfundurin í hvalaveiðunevndini byrjaði í Panama býi. Argentina, Brasilia, Uruguay og Suðurafrika løgdu fram eitt uppskot um at friða alt sunnara Atlantshav fyri hvalaveiðu. Talan er um eina súmbolska skipan, tí eingin hvalaveiða frammanundan er á hesum leiðum. 38 limalond atkvøddu fyri uppskotinum, 21 ímóti, og tvey lond atkvøddu hvørki fyri ella ímóti. Sambært skipanini hjá IWC skal eitt uppskot hava undirtøku frá 75 prosentum av londunum fyri at verða samtykt. Sostatt fall uppskotið. Løgtingsins umboðsmaður fekk nógv færri klagur í fjør enn undanfarin ár. 60 mál vórðu stovnað í fjør, og 46 teirra vórðu eisini avgreidd í fjør. Harafturat vórðu 15 mál frá 2009 og 2010 avgreidd í fjør. Men higartil í ár er talið vaksið aftur, stendur í ársfrágreiðingini fyri 2011. Løgtingsins umboðsmaður vísti frá sær 49 klagum í fjør. Tað eru eisini nógv fleiri enn onnur ár. Flestu klagur vístar aftur Í flestu førum, tá klagur verður avvístar, metir Umboðsmaðurin ikki, at grundarlag er fyri at gera fleiri kanningar í málinum. Í øðrum førum eru aðrir kærumøguleikar ikki royndir fyrst, málið er uttan fyri heimildarøkið hjá Løgtingsins umboðsmanni, ella er klagan komin ov seint. Millum 50 og 75 prosent av klagunum, sum Umboðsmaðurin fær, verða avvístar. Av tí at so fáar klagur komu í fjør, vóru stundir til at kanna og vitja stovnar, sum hýsa okkara veikastu samfelagsborgarum, sigur Løgtingsins umboðsmaður. Fátækraváðin í Føroyum er minkaður eitt vet samanborið við í fjør. Tað vísir ein nýggj lýsing, sum Hagstovan hevur gjørt. Samstundis eru færri fólk í fátækraváða í Føroyum enn í øðrum londum. Hjá okkum eru tað 8,5 og í hinum Norðanlondunum liggur tað millum 11 og 13 . Og tey, sum eru í fátækaváða, eru munandi minni fátøk enn í øðrum londum. Inntøkan hjá 4.000 føroyingum er so lítil, at tey eru í fátækraváða. Men tað merkir ikki tað sama, sum at tey eru eru fátæk. Føroyar hava framvegis einki fátækramark, og fátækraváði er ikki tað sama sum fátækramark. Vit hava einki alment fátækramark í Føroyum, og tað hava grannalondini hjá okkum heldur ikki. Eiga pengar ella hús Lýsingin hjá Hagstovuni umfatar bara inntøkuna hjá fólki. Hóast fólk hava lítla inntøku, nýtast tey ikki at vera fátæk, tí tey kunnu eiga pengar á bók ella eini hús. Parturin av fólkinum í fátækraváða eru tey, sum hava minni inntøku enn 60 av miðalinntøkuni í landinum. Stakir uppihaldarar eru í størsta fátækraváða 53,5 fyri tey, sum hava barn millum 0 5 ár, og 30,6 fyri tey, sum hava barn millum 6 17 ár, samanborið við 8,5 fyri alt húskið. Eftir aldursbólkum eru tað tey 67 ára gomlu og tey eldru, sum eru flest í fátækraváða. Hetta talið er 17,2 , men tey eru tó tættari uppi undir markinum enn øll hini í fátækraváða. Til ber at fáa nógv meira at vita um lýsingina á heimasíðuni hjá Hagstovuni, hagstova.fo Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum. Ólag er á netbankanum í dag. Síðani eina ferð í gjár hevur illa borið til, ella ikki borið, til at brúka netbankarnar. Eik Banki sigur á heimasíðu síni, at danski veitarin av tænastuni, SDC, arbeiðir við at rætta brekið. Danskir miðlar vita at siga, at tað er eitt ókent brek, sum er orsøk til, at fleiri hundrað túsund bankakundar í øllum Norðurlondum, Svøríki undantikið, ikki hava fingið atgongd til sín heimabanka. Trupulleikin kom á middegi í gjár, tá tað fór at taka langa tíð at fáa svar frá tænastuni. Tænastan hevur verið svikalig í dag. Rakar misjavnt Niels Joensen, privatkundaleiðari hjá BankNordik, sigur við útvarpið, at tað er misjavnt, hvussu brekið rakar. Summi kunnu brúka netbankan, meðan onnur ikki sleppa ígjøgnum, ella verða blakað av. Hann kann einki siga um, hvat orsøkin er til brekið, ella nær tænastan fer at rigga aftur. Fyrr í dag varð sagt, at brekið varð rættað, men nú vísa trupulleikar seg at vera kortini. Børsen sigur á netinum, at SDC í løtuni er í holt við eina størri umlegging av rakstrinum til eina fyritøku, sum eitur JN Data. Men tað ber ikki til at siga, um orsøkin til brekið er at finna í SDC ella hjá JN Data. Skatturin á arbeiðsinntøkur í Grønlandi skal lækka eitt prosent næsta ár. Til tess at fíggja skattalættan verða fleiri avgjøld sett í verk, og møguleikarnir hjá vinnulivinum at avskriva verða færri. Tilsamans væntar landskassin at fáa 72 milliónir krónur í meirinntøku, skrivar grønlendska kringvarpið, KNR. Avgjald á svartkalvaveiði uttanskerðs verður mett at geva 25,5 milliónir krónur. Hetta er svartkalvi, sum ikki verður virkaður í Grønlandi. Broytingar í avskrivingarreglunum hjá vinnurekandi verða mettar at geva 21,5 milliónir krónur. Rentufrádrátturin lækar 10 prosent, og tað verður mett at geva 10 milliónir krónur. Avgjaldið á stórar bilar hækkar eins og avgjaldið á stuttleikafør. Vænta størri inntøkur Grønlendska landsstýrið væntar, at skatta og avgjaldsbroytingarnar fara at geva meiri enn tær mettu 72 milliónirnar, og tí verður eisini peningur tøkur at seta tiltøk í verk at hjálpa teimum 15 18 ára gomlu, sum ikki eru farin undir útbúgving eftir fólkaskúlan. Fleiri bygnaðarbroytingar eru á veg í Grønlandi Landsstýrið ætlar at lækka skattin á arbeiðsinntøku næsta ár, og uppskot um hetta kemur í landstingið í heyst. Næsta ár fer landstingið at viðgera uppskot um broytingar í pensjónsskattalógini, og í 2014 og 2015 er ætlanin at gera bygnaðarbroytingar á almannaøkinum, íbúðarøkinum og skattaøkinum Ein loysn er nú funnin uppá trupulleikan, og útvarpið hoyrist sum vanligt aftur tó bert í vanligari góðsku. Høga og lága góðskan verður tíverri óvirkin til í morgin. Sjey umsóknir eru komnar til starvið sum sóknarprestur í Vága prestagjaldi. Tað skrivar heimasíðan hjá fólkakirkjuni. Umleið 20 august verður kunngjørt, hvør skal avloysa David Johannesen sum sóknarprestur í Vága prestagjaldi. Nýggi sóknarpresturin tekur við starvinum 1. september, ella so skjótt sum til ber. Kallið í Vága prestagjaldi er tað níggjunda embætið, ið verður sett, síðani umsitingin av fólkakirkjuni kom á føroyskar hendur á ólavsøku 2007. Formaðurin í kenda bretska bankanum, Barclays, Marcus Agius, hevur lagt frá sær, eftir at tað er komið undan kavi, at bankin hevur svikað við libor rentuni. Fyri tað hevur bankin fingið 290 millónir pund í bót. Libor rentan er rentan, sum verður nýtt, tá peningastovnar læna pengar frá hvørjum øðrum. Síðani tað var almannakunngjørt, at bankin hevði fingið stóru bótina, er virðið á partabrøvunum í Barclays lækkað 17 prosent, og tað hevur fingið øði í bæði almenna Bretland og partaeigararnar. Stjórin tvíheldur um starvið Stjórin í bankanum, Bob Diamond, roynir at tvíhalda um starv sítt, og hann sigur, at tað eru nøkur starvsfólk, sum hava svikað við rentuni. Sjálvur er Bob Diamond gingin við til at lækka sína bonusskipan, so hann kann at varðveita starvið. Bæði stjórin og nevndarformaðurin skulu í hesi vikuni standa skúlarætt fyri bretsku politikarunum, sum ætla at kanna, um libor rentan í heila tikið skal nýtast í framtíðini. M.a. verður umhugsað at stevna tey fyri rættin, sum ikki upplýsa rætta rentu, sigur ein talsmaður fyri bretska fíggjarmálaráðið. Tað er ikki bara Barclays, sum hevur svikað við rentuni. Illgruni er um, at Citigroup, Royal Bank of Scotland og UBS hava gjørt tað sama, og tey málini verða kannað. Tvær vikur eru, síðani sett varð á at bora á Brugdu leitimiðinum á føroyska landgrunninum. Og tað gongur væl at bora, skrivar Oljan.fo. Hetta er áttandi brunnurin, sum verður boraður á føroyskum øki, og tað gongur væl hjá kinverska boripallinum Cosl Pioneer . Borast skulu millum 4 og 5 kilometrar niður, og av teimum eru 2.000 metrar av basalti. Veðrið hevur verið til vildar hesar fyrstu vikurnar, tó at onkran dag hevur vindurin verið nógvur. 4 5 mánaðir Statoil hevur boðað frá, at boringin fer at taka millum 4 og 5 mánaðir, og tað merkir, at komið er á mál í november, alt eftir hvussu væl gongur at bora gjøgnum harða basaltið. Nógv fólki er knýtt at hesi verkætlanini, sum er størsta einstaka verkætlanin í føroyskari søgu. Á boripallinum eru einir seks føroyingar. Harafturat koma manningarnar á hjálpar og veitingarskipum, starvsfólkini í oljuhavnini í Runavík og aðrir undirveitarar av eitt nú provianti, olju og øðrum. Aftrat teimum eru fólkini á skrivstovunum í Havn og í Stavanger, skrivar Oljan.fo. Uppsjóvarvirkið hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri byrjar virksemið í dag, eftir at avgerð varð tikin fyrst í árinum um at byggja virkið. Seinnapartin í gjár høvdu fólk høvi at vitja á virkinum, áðrenn sjálvt virksemið byrjar í dag. AElig tlanin er at byrja varisliga, men tá alt er fingið at virka, er ætlanin at virkið skal taka ímóti 600 tonsum av uppsjóvarfiski um samdøgrið. Virkið kostar millum 150 og 200 miljónir krónur, nú tað stendur liðugt. Byggitíðin hevur verið 14 vikur. Eini 75 fólk fara at arbeiða á virkinum. JFK samtakið í Klaksvík hevur keypt norska nótabátin Kanstadfjord , og gevur honum navnið Slættaberg . Hetta veit Vágaportalurin at siga. Skipið fór úr Noregi ígjár, og verður á Klaksvík fyrst í komandi viku. Hanus Hansen, reiðari, sigur við Vágaportalin, at skipið skal bæði fiska og eisini taka móti makreli í summar frá trolbátunum. Og øll veiðan verður løgd upp í Kollafirði. Tað er norska Ytterstad sum átti nótabátin. Hanus Hansen vil ikki upplýsa prísin hann hevur givið fyri skipið. Keldur kringvarpið hevur tosa við í Noregi siga at norska reiðaríð allarhelst er sera fegið um at sleppa av við Kanstadfjord . Nótabáturin passar eftir øllum at døma betri til føroyska uppsjóvarvinnu, tí føroyingar partrola meir. Keldan sigur at Kanstadfjord hevur ov stóra maskinu til norsku nótaveiðuna. Kanstadfjord, sum fær navnabroyting til Slættaberg , er bygdur í 1995. Nótabáturin er góðar 57 metrar langur, 12 metrar breiður og lastar 1500 tons. Hann bleiv umbygdur í Póllandi í 2011. Endaligu tølini fyri forsetavalið eru ikki klár enn. Íslendarar kundu velja lík til klokkan 11 iokkara tíð ígjár. Sambært tølum sum íslendska kringvarpið, RÚV, kom við í nátt, so kemur forsetin næstu fýra árini at vera Ólafur Ragnar Grímsson, eins og hann hevur verið forseti seinastu 16 árini. Fyribilstølini vísa at forsetavalevnini hava fingið hetta býtið Ólafur Ragnar Grímsson 52 prosent THORN óra Arnórsdóttir 34 prosent Ari Trausti Guðmundsson 9 prosent Herdís THORN orgeirsdóttir 3 prosent Andrea Ólafsdóttir 2 prosent Hannes Bjarnason 1 prosent Hetta er bert triðju ferð at ein sitandi íslendskur forseti hevur mótvalevni í einu forsetavalið. Vanliga eru ongi mótvalevni um sitandi forsetin stillar uppaftur Stjórnmálafrøðingurin Ólafur THORN . Harðarson sigur í samrøðu við RÚV, at valið ígjár er fyrstu ferð at sitandi forsetin ikki vinnur ein knúsandi sigur. Í 1988 fekk Vígdis Finnbogadóttur 95 prosent av atkvøðunum, meðan Ólafur Ragnar Grímsson í 2004 fekk 86 prosent av atkvøðunum, tá Ást thorn ór Magnússon og Baldur Ágústsson bjóðaðu honum av. Talan er um aling av laksa og sílayngul, og ætlanin er at hesi skulu vaksa í tryggum umhvørvi til tey eru um eitt kilo til støddar. Granskingarætlanin skal finna út av hvussu man best kann ala ein størri og sterkari fisk, ið hevur styttri tíð í umhvørvi har hann er í vanda fyri at fáa sjúkur ella lús. Marine Harvest, ið er heimsins størsti laksaframleiðari, brúkar árliga nógv av pengum og orku til at menna og granska í aling. Í hesi ætlanini, ið er sett í gongd saman við norska Granskingarráðnum, skal kannast um hvat sum er besta loysnin, at hava yngulið á landið til tey eru eitt kilo til støddar, ella um man skal royna loysnir har stór kør verða sett á sjógv. Kørini sum standa á landi fáa sjógv pumpaðan inn, meðan kørini sum standa í sjónum hava heilar veggir, men feskur sjógvur rennur inn gjøgnum hol í botninum av ringunum. Granskingarleiðari fyri ætlanini, Cato Lyngøy, sigur í samrøðu við FiskeribladetFiskaren at fyrimunurin við at hava fiskin so leingi í innilokaðum brúkum er at man styttir tíðina í vanligu aliringunum til bert 10 11 mánaðir, í staðin fyri teir 16 22 mánaðirnar sum er vanligt í dag. Hann sigur at hetta vil gera at meir fæst burturúr fyri hvørt alibrúk. Úrslitið er at alarin kann fáa betri tíð til at lata alibrúkið hvíla aftaná at man hevur tikið fiskin í ringunum, man kann eisini framleiða meir, ella velja at samla framleiðsluna meir. Tað sum hevur stóran týdning fyri alaran er at hann fær innaftur so nógvar sum møguligt av fiskunum sum hann setir út í ein aliring. Tí er sjúkufyribyrging berandi í allari tilrættalegging, og tað er tað eisini í hesi granskingarætlanini. Cato Lyngøy vísir á, at størri laksurin er sum verður settur út í ein aliring, størri er møguleikin fyri at hann ikki gerst sjúkur, og tað minni felli. Í samband við at alivinnan í fleiri londum fær ákoyringar fyri ikki at vera umhvørvisvinarlig, so verður arbeitt við at finna loysnir sum gera tað møguligt at ala uttan at nærumhvørvi verður rakt so meint. Spurningurin um dálking frá alibrúkunum hevur ikki verið nógv frammi í Føroyum, men í grannalandinum Noregi er hetta ein afturvendandi spurningur. Í samband við at Marine Harvest nú arbeiðir við eini granskingarætlan sum kann koma at merkja at komandi ættarlið av laksi skulu haldast avbyrgd frá opnum sjógvi longri, so verður hugt eftir møguligum tangaloysnum, ella alibrúkum sum er innilokaði. Og skulu vit trúgva norska framleiðaranum av slíkum loysnum, Brimer, so er stødd ikki nakað sum er ein trupulleiki. Teir siga seg kunna framleiða alitangar í risastøddum. Fyri at vísa hvussu stórt, so hava teir avmynda ein slíkan tanga við einum meðalstórum makreltrolara í tanganum. Fyritøkan sigur at tey kunnu byggja hesar tangarnar bæði á landi og sum flótandi tangar í sjógvi. Størsta avbjóðingin í samband við støddina er atgongdin til vatn ella sjógv, og hvussu lætt tað kann pummpast inn í tangan. Biokraft er í vøkstri, og skal nú byggja størstu fabrikkini í Norðurlondum til framleiðslu av sokallaðum biogass brennievni. AElig tlanin er at brennievni skal brúkast í bussum sum brúka gass. Í samband við at fyritøkan skal byggja nýggju fabrikkina í Skogn í Trøndelag verður gjørt klárt til at taka ímóti deyðum fiski frá alivinnuni, pappírsburturkast frá pappírídnaðinum og ymiskt burturkast frá landbúnaðinum. Nýggjur nevndarformaður í Biokraft er Bjørn Flatg aring rd. Han er í alisamanhangi ikki hvør sum helst. Hann er nevniliga eisini nevndarformaður í Salmar, ið er størsti einstaki partaeigarin í Bakkafrost. Hann situr millum annað eisini sum nevndarlimur í Aker Biomarine, fyritøkan sum í síni tíð samstarvaði við JFK í Klaksvík um Atlantic Navigator Næraberg ætlaninar. Framferðin og mátin læknin samskiftir við sjúklingin uppá hevur stóran týdning fyri um sjúklingurin velur at brúka alternativar viðgerðarhættir, sigur Anita Salamonsen í samrøðu við heimasíðuna hjá norska Nasjonalt Informasjonssenter for Alternativ Behandling. Hon arbeiðir á granskingardeplinum fyri komplimentær og alternativ medisin á heilsuvísindaligu deildini á Universitetinum í Tromsø. Kanningin byggir á umfatandi samrøður við 13 krabbasjúklingar, sum greiða frá hvussu tey blivu tikin ímóti av 46 ymiskum serlæknum innan krabbameinsviðger. Helvtin av sjúklingunum valdu at gevast við viðgerini sum tey fingu gjøgnum sjúkrahúsverkið. Orsøkin til hetta var sambært sjúklinginum at tey kendu á sær at samskiftið ikki riggaði við læknarnar. Sjúklingarnir søgdu at teir høvdu eina kenslu av at læknanirnir hildu at teir ikki vóru førir fyri at ansa eftir sær sjálvum, og læknarnir skulu hava givið til kennar at teir hildu sjúklingarnar vera lættir at snýta , býttir og ábyrgdarleysir . Um royndirnar hjá krabbasjúklingunum gera at teir velja burtur ella útseta viðger, so kann man siga at vánaligt samskifti er ein heilsuvandi, sigur Salamonsen. Allar veljarakanningar geva honum stóran meiriluta, yvir 50 prosent. Ólafur Ragnar Grímsson hevur verið forseti síðani 1996. Á nýggjárinum kunngjørdi hann, at hann umhugsaði ikki at stilla uppaftur, men tað gjørdi hann so kortini. Fimm onnur, tríggjar kvinnur og tveir menn, bjóða seg eisini fram. Eygleiðarar hava lagt til merkis, at tey, sum nú stuðla forsetanum, eru ikki tey somu, sum valdu hann í 1996. Nú fara serliga fólk millum 20 og 30 ár, sum eru høgru megin politisku miðjuna og hoyra til andstøðuna í altinginum, at velja Ólaf Ragnar. Í 1996 fekk hann næstan allan sín stuðul frá vinstrasinnaðum veljarum. Og sjálvur var Ólafur Ragnar Grímsson vinstrasinnaður. Einasta hóttan móti forsetanum í dag er tíðindakvinnan THORN óra Arnórsdóttir, men sambært nýggjastu veljarakanningunum er hon tó so langt aftanfyri, okkurt um 17 prosentstig, at hennara møguleiki neyvan er veruligur. Tó eru heilt nógv, sum ikki høvdu tikið støðu, tá tey blivu spurd. Ólafur Ragnar Grímsson er 69 ára gamal. Eingin stillaði upp í móti honum á valunum í 2000 og í 2008, og í 2004 vann hann stórsigur á forsetavalinum. 235.284 fólk hava valrætt á forsetavalinum í Íslandi í dag. Seinastu valstøðini lata ikki aftur fyrr enn klokkan ellivu í kvøld okkara tíð. Men í fleiri kommunum vilja ganga nógv ár aftaná 2015 áðrenn teirra ætlan er komin uppá pláss. Runavík roknar ikki við at kunna hava sína ætlan klára fyrrenn í 2030. Men Eysturkommuna hevur nú fingið góðkent sína frárensluvatnætlan. Nú hava 21 av teimum 30 kommununum góðkenda ætlan um, hvussu sleppast skal av við skitið vatn, upplýsir Umhvørvisstovan. Fýra ætlanir eru enn til viðgerðar. Hetta er ætlanirnar hjá Fuglafirði, Sørvági, Tórshavnar kommunu og Vága kommunu. Klaksvík, Sandur, Sunda kommuna og Runavík hava eisini latið inn sínar ætlanir til góðkenningar, men Umhvørvisstovan kann ikki góðkenna tær. Orsøkin er, at ætlanirnar ikki lúka treytirnar í kunngerðini, tí sambært ætlanunum vera viðurskiftini í hesum kommunum ikki komin í rætt lag fyri 1.januar 2015, sum er freistin í kunngerðini. Kommunurnar siga, at tær megna ikki fíggjarliga at vera lidnar fyri 2015. Sambært ætlanunum verður Sunda kommuna liðug í 2015, Klaksvíkar kommuna fyri 2020, Sands kommuna fyri 2025 og Runavíkar kommuna fyri 2030. Ein kommuna hevur enn ikki latið sína frárenlsuvatnætlan. Tað er Skopunar kommuna, sum væntandi letur Umhvørvisstovuni ætlanina fyrst í komandi ári, skrivar Umhvørvisstovan. Eftir einum uppskoti um tíðarætlan frá november í fjør skuldi arbeiðið bjóðast út tíðliga í vár. Og arbeiðið skuldi verið byrjað nú. Tað fyrsta, sum verður gjørt, verður at stíva alt av og beina fyri øllum, sum ikki kann brúkast, sigur Albert Isfeldt, arkitektur. Ódnirnar í vetur hava longu gjørt nakað av arbeiðinum at bróta niður. Serliga krevjandi verður stóra betongarbeiðið, sum skal gerast fyri at varðveita betongbogarnar. Tað eru teir, sum byggifrøðiliga gera siloina sermerkta. Saltsilogrunnurin hevur fingið 20 milliónir úr landskassanum, 20 milliónir úr Maersk grunninum og 18 milliónir úr Statskassanum til at umvæla Saltsiloina, sum skal brúkast sum mentanarhús. Landsverk hevur eftirlit við, at pengarnir ikki vera latnir i einum, men so hvørt sum arbeiðinum líður. Landsverk skal boða Fíggjarmálaráðnum frá, nær pengar verða latnir og fyri hvat. Upprunaliga varð mett, at arbeiðið at umvæla Saltsiloina fer at taka tvey ár. Nýklæktir læknar koma í stórum talið inn á bretsku sjúkrahúsini í august. Ungir og uttan praktiskar royndir skulu teir læra seg gerandislívið á einum sjúkrahúsi. Royndirnar við hesum gera at nú seta bretskir heilsumyndugleikar í verk eina nýggja ætlan fyri nýútbúnar læknar. AElig tlanin kallast The shadowing period, og byrjar í august. Medisinski stjórin fyri tí sum kallast National Health System, Bruce Keogh, professari, sigur í samrøðu við BBC News, at skipanin verður sett í verk fyri at gera trygdin hjá sjúklinginum skal vera í hásæti. Gransking vísir at fleiri sjúklingar doyggja í august tá nýklæktir læknar byrja á sjúkrahúsunum. Undir sokallaðu the shadowing period fáa teir ungu læknanir løn, men teir skulu yvirhøvur fylgjast við einum royndum lækna, samstundis sum teir skulu læra seg allar skipaninar sum eru á sjúkrahúsinum. Nýggja skipanin er longu roynd á fleiri sjúkrahúsum. Í Bristol eru mistøk framd av nýggjum læknanum minkað við 52 prosentum í royndartíðini, skrivar BBC News. Tað heldur Vinnumálaráðið, sum vísir aftur atfinningum um, at tey, sum bora fyri jarðhita og leggja jarðhita inn, skulu taka ov stór fyrilit fyri eitt nú umhvørvinum. Krøvini eru ov hørð. Tað heldur Vinnumálaráðið ikki. Ikki ber ikki at slaka í krøvunum, tí vit í løtuni ikki hava royndirnar. Endamálið við lógini er, sigur Vinnumálaráðið, at verja brúkaran, umhvørvið og javnseta allar partar í vinnuni. Ein jarðhitaskipan kostar nógv. Verður hon gjørd uttan neyðugar førleikar, verður tað allarhelst í seinasta enda brúkarin, sum kemur at rinda fyri tað. Av tí at hetta enn er nýtt í Føroyum, er sjálvsagt fyrstu tíðina neyðugt hjá teimum, sum vilja hava góðkenning, at fáa neyðugu førleikarnar úr útlandinum. Vinnumálaráðið sigur, at onkur føroysk fyritøka longu er farin í samstarv við útlendska fyritøku fyri at útbúgva seg til brunnborarar. Vinnumálaráðið vísir eisini aftur, at ikki er neyðugt at taka fyrilit fyri grundvatni. Í Føroyum hava vit avmarkaða vitan um vatnið í undirgrundini, sum møguliga kann gagnnýtast. Tí er neyðugt at vera fyrivarin og seta krøv, sum skulu tryggja, at vatnið og umhvørvið annars ikki verða dálkað av jarðhita. Í jarðhitaskipanum verður væta brúkt, sum kann skaða umhvørvið. Fyri at fáa meiri vitan um vatnið í undirgrundini verða skrásetingar í sambandi við hvørja boring, sigur Vinnumálaráðið. Í oktober flytur Supply Service úr Leirvík til Havnar, tí tað er høgligari at vera í høvuðsstaðnum. Felagið keypti eini sethús í J.H. Schrøtersgøtu, oman fyri Eystaru bryggju, tók húsini niður og byggir nú ein skrivstovubygning. Seinasta umfar fyri summarsteðgin var avgreitt um vikuskiftið. ÍF HB 2 0 Stevnudysturin á Varmakeldu endaði við sigri til heimaliðið, sum við 24 stigum hongur við í oddastríðnum. Clayton Soares stóð fyri báðum málunum, sum komu tíðliga í dystinum. ÍF vardu leiðsluna restina av dystinum, sum altso endai 2 0 til fuglfirðingar. FC Suðuroy KÍ 1 4 KÍ vann sannførandi 4 1 vesturi á Eiðinum í Vági. Henry Heinesen byrjaði málskjótingina miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og Heðin á Lakjuni økti um leiðsluna, tá ið ein tími var spældur. Hendan støðan helt sær til stutt fyri leiklok, tá ið fyrst Heðin Klakkstein og síðan Páll Klettsgarð við brotssparki, slógu sigurin fastan fyri KÍ. Jón Krosslá Poulsen pyntaði um úrslitð í yvirtíðini, men ger lítlan mun fyri FC Suðuroy, sum fer í summarfrí við trimum stigum. Víkingur B36 3 2 Dysturin í Sarpugerði endaði 3 2 til Víking. Kaj Leo í Bartalstovu og Hjartvard Hansen løgdu heimaliðið á odda 2 0 í fyrra hálvleiki, sum Víkingur stýrdi sannførandi. Beint fyri hálvleik fekk B36 brotsspark, sum Jákup á Borg umsetti til mál, og harvið minkaði hann um munin til 2 1. Í seinna hálvleiki legði B36 eitt miðvíst trýst á Víkingamálið, sum gav úrslit, tá ið Jákup á Borg í 67.minutti javnaði fyri B36. Sigursmálið hjá Víkingi kom eftir stutt hornaspark úr høgru síðu, tá ið Bárður Hansen við einum frálíkum langskoti smekkaði bóltin í málið til endaliga úrslitið 3 2. NSÍ EB Streymur 1 0 NSÍ vann óvæntað á oddaliðnum úr Sundalagnum. Einasta málið í dystinum kom eftir at ein góður tími var spældur, tá ið Magnus Olsen sendi eitt fríspark beinleiðis í málið. Sigurin kemur væl við hjá NSÍ, sum við sigrinum kemur upp á 17 stig. Seinasti dysturin fyri summarsteðgin var ímillum B68 og TB. Hann varð spældur á Svangaskarði, og hann endaði við javnleiki 1 1. Ndende legði heimaliðið á odda, tá hálvur tími var spældur, og stutt fyri leiklok javnaði Gille Sørensen fyri TB. Fýra spillvatnsætlanir eru enn til viðgerðar. Hetta er ætlanirnar hjá Fuglafjarðar, Sørvágs, Tórshavnar og Vága kommunum. Klaksvíkar, Sands, Sunda og Runavíkar kommunur hava eisini latið inn spillvatnsætlanir til góðkenningar, men Umhvørvisstovan kann ikki góðkenna tær. Orsøkin er, at ætlanirnar ikki lúka treytirnar í kunngerðini, við tað, at sambært ætlanunum verða spillvatnsviðurskiftini í hesum kommunum ikki komin í rættlag innan 1. januar 2015, sum annars er freistin í kunngerðini. Grundgevingin hjá hesum kommunum fyri ikki at verða lidnar innan 2015 er, at tað fíggjarliga ikki letur seg gera. Sambært ætlanunum, verður Sunda kommuna liðug í 2015, Klaksvíkar kommuna innan 2020, Sands kommuna innan 2025 og Runavíkar kommuna innan 2030. Ein kommuna hevur enn ikki latið sína spillvatnsætlan. Tað er Skopunar kommuna, sum væntandi letur Umhvørvisstovuni ætlanina fyrst í komandi ári. Fíggjarmálaráðið boðar frá, at landsstýrið arbeiðir við eini serskipan til teirra, sum hava útlendskan arbeiðsgevara og eftirløn hjá útlendskum eftirlønarveitara. Taks hevur ongan myndugleika yvir útlendskum arbeiðsgevarum ella pensjónsfeløgum, og kann tí ikki áleggja teimum at fylgja ásetingunum í Rentutryggingarlógini, ásannar Fíggjarmálaráðið í tíðindaskrivi í dag. Serliga skipanin krevur eina broyting í Rentutryggingarlógini, og henda broyting verður løgd fyri Løgtingið á Ólavsøku Tað hendi í Slovakia í gjár. Vinnandi bólkarnir úr átta londum kappaðust um europameistaraheitið, og vinnandi verkætlanin hjá føroysku næmingunum snúði seg um flagtekjur. Tey sum vunnu eru Árni Rúnarson, Jacoba Christensen, Hallur Egilsnes og Rasmus Holm. Fyrstu ferð næmingar á Fiskivinnuskúlanum vunnu kappingina var í 1997, síðan í 1999 og nú aftur í 2012. Borgarstjórin í Klaksvík, Gunvá við Keldu úr Fólkaflokkinum, kennir ikki aftur tað, ið Hans Arne Bertholdsen og minnilutin føra fram. Hetta er hennara fyrsta seta sum borgarstjóri, og hon heldur, at samstarvið millum meiriluta og minniluta hevur verið gott. Hoyr samrøðuna við Gunvu við Keldu í tíðindunum her Hesa seinastu setuna hevur býráðsarbeiðið verið eitt kegl um smámál, har borgarstjórin og nevndarformenn virka sum umsitingarligir málsviðgerðar, sigur hann. Leiðslustílurin hjá borgarstjóranum hevur tikið allan hug til býráðsarbeiðið frá mær. Borgarstjórin hevur málrættað hildið okkum, sum hava verið partur av minnilutanum, burtur frá allari ávirkan, og slíkum umhvørvi trívist eg als ikki í. So avgjørdur er Hans Arne Bertholdsen, býráðslimur fyri Sambandsflokkin í Klaksvík, í samrøðu við Norðlýsið. Hann sigur við blaðið, at hann hevur gjørt av ikki at stilla upp aftur. Hetta er annað valskeiðið Hans Arne situr í býráðnum, og bæði skeiðini hevur hann verið í minnilutanum. Hann sigur, at hesi átta árini hava verið eitt sera óproduktivt og lítið positivt tíðarskeið fyri seg. Tað var tó frægari í fyrra valskeiðnum, tá mørkini millum meiriluta og minniluta ikki vóru so sjónlig. Býráðslimurin hjá Sambandsflokkinum í Klaksvík sigur, at býráðið hevur als ikki megnað at loyst tey stóru málini seinastu fýra árini. Nú er býráðsarbeiðið eitt kegl um smámál, har borgarstjórin og nevndarformenn virka sum umsitingarligir málsviðgerðar. Teir blanda seg upp í alt, sum fer fram í býráðnum, og hetta ger, at umsitingin virkar als ikki sum hon eigur, sigur Hans Arne Bertholdsen, býráðslimur, við Norðlýsið. Óluva Klettskarð úr Tjóðveldi, sum eisini er býráðslimur í minnilutanum í Klaksvík er samd við Hans Arna Bertholdsen um, at kegl um smámál hevur eyðkent býráðssamgonguna ístaðin fyri at arbeiða konstruktivt við stórum politiskum málum. Tað at vit sum minniluti í býráðnum tilvitað eru hildin uttanfyri ávirkan ger, at eg av álvara havi mist hugin at halda fram við býrðáðsarbeiðnum. Samstarvið, sum eigur at vera í einum býráði, hevur ikki verið nøktandi, sigur Óluva Klettskarð býráðslimur við Norðlýsið. Gongst sum ætlað verður klárt at bjóða út arbeiðið upp á Saltsiloina á Drelnesi í oktober. Tað fyrsta, sum verður gjørt, er at stíva alt av og beina fyri øllum, sum ikki kann brúkast. Harði veturin hjálpti væl við tí, men enn er okkurt eftir, sigur Albert Isfeld, arkitektur. Stóra avbjóðingin verður betongarbeiðið at varðveita betongbogarnar, sum eru teir, ið gera siloina sermerkta. Kostar 58 milliónir krónur Verkætlanin at gera Saltsiloina á Drelnesi til altjóða mentanarhús er mett at kosta 58 milliónir krónur. Saltsilogrunnurin hevur fingið 20 milliónir úr landskassanum, 20 milliónir úr Maersk grunninum og 18 milliónir úr Statskassanum. Landsverk hevur eftirlit við, at pengarnir ikki verða latnir i einum, men so hvørt sum arbeiðinum líður. Landsverk skal boða Fíggjarmálaráðnum frá, nær pengar verða latnir, og fyri hvat. Upprunaliga var mett, at arbeiðið at umvæla Saltsiloina fer at taka tvey ár. Útróðrarbátarnir Kallanes og Líðhamar, sum hava verið á snelluveiðu undir Íslandi, komu í nátt og í morgun á Klaksvík við fullari last, skrivar Norðlýsið. Kallanes hevur 60.000 pund. Teir hava roynt undir Íslandi í góð fimm samdøgur. Eyðálvur Vang, skipari á Kallanesi, sigur við blaðið, og fiskiskapurin var misjavnur. Onkran dag fingu teir 18.000 pund, og onkran annan dag 4.000 pund. Líðhamar hevur um 100.000 pund. Túrurin vardi í níggju samdøgur, og teir fiskaðu í góð seks samdøgur. Gadus eisini góðan túr Flakatrolarin Gadus hevur gjørt ein góðan túr. Skipið verður á Klaksvík týsdagin við 730 tonsum í flaki. Talan er um toska og hýsuflak, sigur reiðarin, Hanus Hansen, við Norðlýsið. Túrurin hjá Gadusi er góður, tí skipið byrjaði fiskiskap 27. mai. Hanus Hansen sigur við blaðið, at reiðaríið framvegis leitar eftir øðrum skipi fyri Gadus, og at eitt annað skip helst kemur í flotan seinni í ár. Hollendska ákæruvaldið krevur, at 38 ára gamli føroyingurin, sum er ákærdur fyri at hava misnytt børn kynsliga, og at hava barnaporno í varðveitslu, verður dømdur fýra ára fongsul. Málið var aftur fyri í rættinum í Amsterdam í gjár, har ákærin hevði sína dómsviðgerð og legði krøvini um revsing fram. Ákærin krevur eisini, at sambúgvin hjá føroyinginum verður dømdur níggju mánaðar fongsul. Verjin hjá føroyinginum fer at leggja síni sjónarmið fram í rættinum í næstu viku. Dómur fellur í málinum mánadagin 23. juli. Tórshavnar kommuna hevur kært Kringvarpið til fjølmiðlanevndina um tað, sum Sjónvarpið hevur varpað ljós á, í sambandi eldsbrunan í Ravnsoyargøtu í Havn, sum kravdi trý mannalív. Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur í tíðindaskrivi, at kommunan hevur avgjørt at kæra Kringvarpið fyri tann, eftir kommununnar tykki, sera óreiðiliga og ósakliga journalistikk, sum Kringvarpið hevur borðreitt við farnu mánaðirnar, sum tikið verður til í tíðindaskrivinum. Kommunan metir, at Kringvarpið millum annað hevur brotið grein 267 í revsilógini og grein 34, stykki 1, í fjølmiðlaábyrgdarlógini. Kæran er send fjølmiðlanevndini í dag. Fiskimálaráðið viðger framvegis umsóknirnar frá teimum 11 móttøkuskipunum, sum ætla sær lut í føroysku makrelveiðuni í ár. Einki móttøkuskip hevur fingið loyvi enn. Fiskimálaráðið viðger eisini tær nógvu umsóknirnar um at sleppa at gera vinnuligar makrelroyndir. 5.000 tons eru sett av til vinnuligar makrelroyndir, har sum dentur skal leggast á menning og nýskapan. Fiskimálaráðið sendir umsóknirnar, sum koma upp á tal, til ummælis hjá Havstovuni ella øðrum serkønum. Harafturat eru 4.000 tons, sum skulu brúkast til vísindaligar royndir eftir tilmæli frá Havstovuni. Ikki er klárt enn at fara undir hesar royndirnar. Og landsstýrið hevur 3.000 tons at brúka í samráðingum um fiskirættindini við onnur lond. Hini 128.150 tonsini eru býtt millum skipabólkarnar, annaðhvørt sum eginkvotur ella sum felagskvotur við hámarki. Nýggja íslendska tilfeingisgjaldið og harafturat minni kvotur hevur nú kostað 41 fólkum arbeiðið. Tað veit Viðskiftablaðið, sum er íslendskt vinnulívsblað, at siga. Eitt felag í Vestmannaoyggjunum hevur avgjørt at siga 41 fólkum úr starvi og selja trolaran Gandi, sum í løtuni fiskar makrel. Felagið Vinnslustøðin er størsta fiskivinnufyritøka í Vestmannaoyggjunum. Fólkini, sum nú eru uppsøgd, eru 13 prosent av teimum, sum eru á lønarlistanum hjá fyritøkuni. Ein broyting, sum Tórshavnar kommuna gjørdi í byggisamtyktini í 1999, kom at kosta kommununi dýrt. Tórshavnar kommuna broytti eina serstaka byggisamtykt, so fimm matrikulnummur gjørdust fríøki til almenn endamál í staðin fyri sethúsaøki. Tey, sum eiga matriklarnar, mistu tí møguleikan at byggja á teimum. Tey royndu fyrst at gera semju við kommununa. Tá tað mislukkaðist, stevndu tey kommununi eftir endurgjaldi. Tey fingu viðhald, fyrst í Føroya rætti, og so í Landsrættinum, sum hækkaði endurgjaldið 110.000 krónur upp í 2,4 milliónir. Omaná komu prosessrenta, góðar 870.000 krónur, og sakarkostnaður, góðar 320.000 krónurTilsamans 3,6 milliónir krónur Men kommunan sleppur tó nakað bíligari, nú málið 13 ár seinni er liðugt. Fyri trimum vikum síðani gjørdu eigararnir og kommunan semju um, at kommunan fær tríggjar matriklar av teimum fimm at brúka til almenn endamál, og tí minkar endurgjaldið, sum kommunan er dømd at gjalda, samsvarandi niður í góðar 2,2 milliónir krónur. Dagin fyri forsetavalið í Íslandi siga veljarakanningar, at sitandi forseti, Ólafur Ragnar Grímsson, fer at vinna valið so ruddiliga. Hann hevur somu undirtøkuna sum fyri tveimum vikum síðani, 57 prosent, vísir kanningin, sum Fr eacute ttablaðið og Støð 2 hava gjørt. Tíðindakvinnan THORN óra Arnórsdóttir, sum vit sóu í Degi og viku herfyri, fær 30,8 prosent. Ein onnur kanning, sum Gallup gjørdi, gav Ólafi 50,8 prosent og THORN óru 33,6 prosent. Hini fýra, sum stilla upp, fáa millum 9,3 og hálvt prosent í kanningini hjá Gallup. Men fjórði hvør veljari hevur enn ikki avgjørt, hvønn tey fara at velja. Fær Ólafur Ragnar Grímsson meira enn hálvthundrað prosent í morgin, verður tað fyrstu ferð, síðani Kristján Eldjárn varð valdur til forseta í 1968, at eitt forsetavalevni fær meira enn helvtina av atkvøðunum. Ólafur Ragnar Grímsson hevur verið forseti síðani 1996. Fráfaringaraldurin hjá SEV verður ikki broyttur. Hann er og verður 67 ár, sigur Jákup Suni Lauritsen, nevndarformaður í SEV. Landsfelag Pensjónista mótmælti, at SEV avgjørdi, at fólk, sum arbeiða hjá SEV, noyðast at gevast, tá tey fylla 67. Landsfelagið segði, at hetta stríðir ímóti galdandi lóg og hægstarættardómum í Noregi og Danmark. Landsfelagið vísti eisini til Evropeiska mannarættindasáttmálan. Løgfrøðiligt upprit Nevndin hjá SEV hevur viðgjørt málið. Millum annað hevði hon eitt løgfrøðiligt upprit frá Kommunusamskipanini. Hetta uppritið sigur, at tá eingin lógarregulering er um fráfaringaraldur, kann hann ásetast við vanliga leiðslurættinum hjá arbeiðsgevaranum. Jákup Suni Lauritsen, nevndarformaður, sigur, at SEV hevur fingið umbering frá sakførara, har hann harmast um, at hann mistók seg, tá hann í Útvarpinum segði, at 67 ára fráfaringaraldurin hjá SEV var brot á Evropeiska mannarættindasáttmálan. Tí tann sáttmálin fevnir ikki um mál sum hetta. Niðurstøðan hjá SEV er tann sama Fráfaringaraldurin er 67 ár. Eftirlitið hjá løgtinginum við landsstýrinum hevur fríkent løgmann og landsstýrismannin í fíggjarmálum. Teir brutu ikki stýriskipanarlógina, tá danska stjórnin varð biðin um at hækka blokkin, ella tá løgmaður avgjørdi at lata sendistovuna í London aftur. Fýra dagar, áðrenn nýggj samgonga varð skipað eftir valið í fjør, skrivaði Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, til danska forsætisráðharran og bað um, at heildarveitingin hækkaði 150 til 200 milliónir krónur í 2012. Hevði fulla heimild Landsstýrismálanevndin sigur, at løgmaður hevði fulla heimild at virka sum løgmaður, áðrenn nýggj samgonga varð skipað, tí hann bað ongantíð um at verða loystur úr starvinum. Hann breyt tí ikki stýriskipanarlógina við at senda forsætisráðharranum bræv um blokkin. Men hann breyt sína egnu fráboðan til landsstýrisfólkini um ikki at nýta ella misnýta starv sítt í valstríðnum og til nýggj samgonga var skipað, sigur Landsstýrismálanevndin. Meirilutin í Landsstýrismálanevndini heldur ikki, at tað løgfrøðiliga kann staðfestast, at løgmaður og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hava brotið stýrisskipanarlógina, tí teir ikki ráðførdu seg við Uttanlandsnevndina um blokkstuðulssamráðingarnar. Forkvinnan í nevndini, Sirið Stenberg, heldur tó, at teir báðir áttu at ráðført seg við Uttanlandsnevndina um blokkin, tí hetta er stórmál. Landsstýrismálanevndin sigur, at løgmaður breyt heldur ikki stýriskipanarlógina, tí hann ikki ráðførdi seg við Uttanlandsnevndina, áðrenn hann stongdi sendistovuna í London. Vilja hava reglur um ráðførslu Í framhaldi av tí vil landsstýrismálanevndin hava greiðar reglur, nær landsstýrið ráðførir seg við Uttanlandsnevndina. Eingin greið mannagongd er, nær ráðførsla er við Uttanlandsnevndina. Í summum førum tykist ráðførsla vera í smámálum, og í øðrum førum í stórmálum, sigur Landsstýrismálanevndin. Ein vegleiðing eigur at verða gjørd, so tað ikki verður tann til eina og hvørja tíð sitandi løgmaður ella landsstýrisfólk, sum frítt kunnu avgera, hvat tey ráðføra seg við Uttanlandsnevndina um, sigur Landsstýrismálanevndin. 85 prosent av kundunum í tryggingarfelagnum Lív hava longu lagt sínar lívstryggingar um frá miðalrentu til marknaðarrentu. Hetta eru tey, sum hava teknað sínar tryggingar gjøgnum eitt av fakfeløgunum. Lív boðar í dag frá, at tey flestu fakfeløgini longu hava lagt um. Tey, sum fyri nøkrum vikum síðani fingu bræv um møguleikan at leggja um frá miðalrentu til marknaðarrentu, eru teir umleið 1500 tryggingartakararnir hjá Lív, sum ikki hava sínar tryggingar gjøgnum fakfelag. Tey skulu sjálvi játta umleggingina, og freistin fyri at lata svarið innaftur til tryggingarfelagið er sunnudagin 1. juli. Lív hevur í dag sent eitt varskó út til fjølmiðlarnar, har sagt verður, at vandi er fyri at missa pening, um pensjónin ikki verður løgd um. Ein brimskaði, sum hevur darvað havnina í Skúvoy síðstu trý árini, er nú liðugt umvældur. Sostatt skuldu umstøðurnar í bátahylinum verið í lagi aftur, skrivar Landsverk á heimasíðuni. At trupulleikar hava verið og framvegis eru við atløguviðurskiftunum í Skúvoy, er ikki nakað nýtt. Tað, sum hevur gjørt viðurskiftini uppaftur verri, er ein brimskaði, sum hendi fyri stívum trimum árum síðani. Hol kom á brimgarðin til bátahylin, og holið bara vaks. Tilfarið máað burtur Skaðin stóðst av, at tilfarið undir brimgarðinum við tíðini varð máað burtur av stóra aldutrýstinum, serliga í vánaligum veðri. Hetta elvdi sum frá leið til, at sjógvur trongdi seg ígjøgnum rivurnar í neðra á brimgarðinum og á helluni undir honum. At enda kom rættiligt hol á verjuna, sum bara hevur vaksið seg størri og størri. Nógva brimið, sum trongdi ígjøgnum verjugarðin, hevur gjørt støðuna ótolandi fyri bygdarfólkið í Skúvoy og tey, sum nýta bátahylin. Skaðin skuldi havt verið umvældur í fjør, men av ymsum orsøkum bar ikki til at fáa hetta gjørt fyrr enn í ár. Tað var partafelagið J amp K Petersen, sum vann lisitatiónina, og sum hevur staðið fyri umvælingini. Høvuðsorkin til, at arbeiðið varð útsett til í ár, var vánaliga veðrið longu tíðliga í heyst og í vetur. Stoypt uttan á verjugarðin Umleið 100 rúmmetrar av betongi eru stoyptir uttan á verandi verjugarð, og nakað av helluni frammanfyri er sprongt burtur, so trýstið á verjugarðin nú er minkað. Arbeiðið, sum hevur kostað 2,6 milliónir krónur, er fíggjað úr landskassanum ígjøgnum eina løgtingsjáttan, sum kom eftir umbøn frá Skúvoyar Kommunu, ið eigur og varðar av havnini, skrivar Landsverk. Fakfeløgini, sum liggja framvið at keypa helvtina av Føroya Lívstrygging, vænta, at skrivað verður undir avtaluna í hesi vikuni. Pætur Niclasen, formaður i S amp K og talsmaður fyri fakfeløgini, sigur við Dimmalætting, at ætlanin var at skriva undir í gjár, men tað varð av ongum. Vit arbeiða víðari, og eg vóni, at vit fríggjadagin kunnu gera eina treytaða keypsavtalu við Vinnumálaráðið, sigur Pætur Niclasen við Dimmalætting. Fæst ein avtala í lag, fara Ognarfelagið og fakfeløgini at eiga hvør sína helvt av Lív, og tí skal ein partaeigarasáttmáli gerast. Hóast helvtarbýti, vilja fakfeløgini hava meirilutan í nevndini, sigur Pætur Niclasen. Hann vísir á, at fakfeløgini keypa sín part, og keypið skal forrentast, meðan Ognarfelagið hevur fingið sína helvt. Á fundinum í Altjóða Hvalaveiðunevndini, IWC, í Panama um mánaðarskiftið fer Grønland at krevja at fáa loyvi at skjóta 221 stórhvalir um árið, tey næstu seks árini. Hvalirnir skulu skjótast bæði í Eystur og í Vesturgrønlandi. IWC setur krøv til upprunafólk, sum vanliga fáa loyvi at nýta havsins djór, og grønlendsku krøvini samsvara við ynskið hjá hvalaveiðunevndini, skrivar grønlendska kringvarpið. Á fundinum í IWC fer Grønland at leggja fram eina frágreiðing um grønlendsku hvalaveiðuna, hvussu stovnarnir eru fyri, hvussu hvalirnir verða dripnir, og hvussu stóran týdning tvøstið hevur fyri grønlendingar. Edmund Joensen, fólkatingsmaður, heldur tað vera átaluvert, at Føroyar ikki verða umboðaðar á fundinum í Altjóða Hvalaveiðunevndini, sum byrjar sunnudagin. Fólkatingsmaðurin hjá Sambandsflokkinum sigur, at júst í hesum døgum streingja umhvørvisfelagsskapir á fyri at sáa split í ríkisfelagsskapin. Hann vísir á, at felagsskapirnir við eini herferð leggja trýst á ES landið Danmark fyri at fáa Danmark at taka undir við hvalaveiðipolitikkinum í ES, og harvið at sleppa felags støðuni í ríkisfelagsskapinum. Hetta átti at sagt landsstýrinum, at tað er neyðugt at møta upp í IWC sum partur av ríkisins sendinevnd. Almennu Føroyar mugu hava eitt munagott mótspæl til ódámligu og manipulerandi herferðina, og føroysk áhugamál mugu verjast best møguligt, sigur Edmund Joensen. Hann mælir landsstýrinum til at umhugsa støðu sína av nýggjum. Ein ósemja, sum minnir um makrelósemjuna, hevur stungið seg upp millum Ísland og Grønland øðrumegin og Føroyar hinumegin um felags svartkalvakvotuna. Fleiri ferðir hava hesi trý strandlondini roynt at fingið eina semju um, hvussu stovnurin skal fiskast, tí fiskiskapurin seinastu árini hevur verið munandi størri enn tilmælið hjá ICES. 15. juni var fundur millum strandalondini í Keypmannahavn, men einki kom burturúr, eins og heldur ongin semja var at hóma á undanfarna fundinum í Nuuk í mai mánaði. Tveir partar Sambært heimasíðuni hjá Fiskimálaráðnum kom fram á fundinum í Nuuk, at Ísland og Grønland eru samd um innanhýsis býtið av stovninum, og hvat ein hóskandi partur er fyri Føroyar. Hesin partur var tó ikki nøktandi fyri Føroyar, sum á fundinum í Nuuk legði sítt egna uppskot fram um býti. Á fundinum í Keypmannahavn kundi føroyska sendinevndin stjótt staðfesta, at Ísland og Grønland ikki vóru sinnað at fara undir veruligar samráðingar við Føroyar. Stutti boðskapurin frá Íslandi og Grønlandi var, at um Føroyar ikki kundu góðtaka uppskotið frá teimum um býtið, sum varð lagt fram í Nuuk, var ongin orsøk at halda fram við samráðingunum millum strandarlondini á hesum sinni, skrivar Fiskimálaráðið. Fiskimálaráðið ynskir ikki at upplýsa, hvat føroyska kravið til svartkalvakvotu er. 2.000 tons Seinastu árini hevur føroysk veiðan eftir svartkalva ligið um 2.000 tons. Í fjør vóru 1.700 fiskað í føroyskum sjógvi. Føroyar hava við fleiri ferðir seinastu árini átalað bæði Ísland og Grønland fyri ábyrgdarleysa fiskiskapin eftir svartkalva. Svartkalvi við Føroyar, Ísland og við Eysturgrønland er ein felags stovnur. ICES sigur, at meiri enn ráðiligt verður fiskað. Veiðitølini seinastu árini hava ligið áleið 20.000 30.000 tons, meðan tilmælini frá ICES hava ligið millum 5.000 og 15.000 tons. Øll tey, sum í hesum døgum fáa prógv, hava fingið próvtøl eftir tí gamla próvtalsstiganum. Føroyar eru nú einasta landið í heiminum, sum framvegis nýtir gamla 13 talsstigan. Hesin stigin verður brúktur eitt ár afturat, og tey fyrstu, sum fáa prógv eftir nýggja 12 talsstiganum, vera tey, sum byrja í 9. flokki um eitt ár. At føroyskir næmingar framvegis verða dømdir eftir gamla stiganum, merkir, at teir fáa próvtøl sum 5,6, 9 og 13, men lesa tey aðrastaðni, eita tølini 3, 2, 4 og 12. Og hesi tølini mugu vit venja okkum við, tí ongin annar uttan føroyska undirvísingarverkið nýtir gamla próvtalsstigan, sum hevur trý tøl fleiri enn tann nýggi stigin. Lættari at samanbera Nýggi stigin varð tikin í nýtslu í Danmark í 2006, tí tað skuldi verða lættari at samanbera við próvtøl, sum vóru nýtt í øðrum londum. Hjá okkum hevur drigið út at seta nýggju próvtølini í gildi, men nú er so avgjørt, at nýggi stigin skal koma í gildi í fólkaskúlanum 1. august næsta ár. Og tað vera tey, sum tá byrja í 9. flokki, ið fáa prógv eftir nýggja próvtalsstiganum. Miðnámsskúlarnir hava bíðað eftir einari nýggjari miðnámsútbúgving, og vilja ikki seta nýggju próvtølini í gildi, fyrr enn hon er farin at virka. Nú verður miðað eftir at hava hana lidna um eitt ár, og verður hon tað, fáa tey, sum byrja tá, próvtøl eftir nýggja stiganum. Á fleiri útbúgvingarheimasíðum ber til at umrokna gomlu próvtølini til tey nýggju. Í Vørðsluni hava tey í hesum døgum úr at gera við at leggja seinastu hond á fyrreikingarnar til nýggju tíðindasendignina, sum verður send í sjónvarpinum hvørt fríggjakvøld í summar. Umframt innsløg og reportasjur ymsa staðni úr landinum verður kjak ein fastur táttur í sendingini, sum varir í umleið 40 minuttir. Í fyrstu sendingini, sum kemur í annaðkvøld, verður millum annað hugt nærri at kostnaðarendurgjaldinum hjá landsstýrisfólkunum. Í sendingini verður eisini reportasja frá pisufundinum í Viðarlundini í Havn. Við kjakborðið fara Sigurd í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetrinum, og Christian Nagata, stjóri í Nema, at kjakast um, at alsamt fleiri ung fara av landinum at lesa, og hvønn týdning hetta hevur fyri føroyska samfelagið. Í heyst fer danska stjórnin at leggja fram eitt lógaruppskot, sum skal tryggja, at føroyingar ikki longur verða roknaðir sum útlendingar, men fáa sosialar veitingar sama dag, sum teir flyta til Danmarkar. Júst sum danir, ið flyta til Føroya, hava henda rætt. Hetta lyftið hevur Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, í dag fingið at vita frá Karen Hækkerup, sosialmálaráðharra. Í desember 2010 kom ein lóg í gildi í Danmark, ið skuldi tryggja, at fólk, sum fingu ávísar sosialar veitingar, høvdu eitt veruligt tilknýti til Danmark. Millum tey, ið vórðu rakt av broytingini, og mistu rættin til hesar veitingar, vóru føroyingar, sum fluttu til Danmarkar. Hetta hevur gjørt tað munandi tyngri hjá føroyskum familjum ikki minst einligum mammum at klára seg, tá tey eru farin til Danmarkar, eitt nú í lestrarørindum. Væntandi eru hesi viðurskifti fingin í rættlag í hesum árinum. Sølan av festinum í Fámará er fyribils steðgað, tí Johan Dalsgaard, ið lá framvið at keypa festið, hevur biðið um innlit í alt málið. Tá partur í einum máli av hesum slag biður um innlit, fær umbønin steðgandi virknað, tað vil siga avgerðin í málinum verður útsett, til parturin hevur fingið høvið til at gera seg kunnugan við øll skjøl og viðgerð av málinum. Høvdu ikki hægsta boð Í gjár kom fram, at Johan Dalsgaard og koman Rakul ikki áttu hægsta boðið upp á nógv umtalaða festið í Fámará, har tey bæði hava búleikast í tvey ár. Málið hevur fingið sera nógva umtalu í almenna rúminum, bæði í fjølmiðlum, á alnetinum og millum manna. Tey vóru 5.000 krónur og stutt til at hava hægsta boð upp á festið. Hægsta boðið var 520.000 krónur. Boðið hjá Johan Dalsgaard og konuni Rakul var 515.275 krónur Skotska fiskivinnan fegnast um, at danski ES formansskapurin og ES tingið eru samd um tiltøkini, sum skulu setast í verk móti londum, ið ikki fiska burðardygt. Skotskir fiskimenn frøast um avtaluna, ið gevur møguleika at seta tiltøk í verk móti makrelfiskiskapinum hjá føroyingum og íslendingum, sigur stjórin fori skotsku uppsjóvarvinnuna, Ian Gatt, við norska blaðið Fiskeribladet Fiskaren í dag. Skotska uppsjóvarvinnan heldur uppá, at føroyski og íslendski makrelfiskiskapurin samsvarar ikki við ábyrgdarfulla stovnsrøkt av ferðandi stovninum. Fleiri møguleikar Skotsku fiskimenninir vísa á, at nýggja ætlanin gevur møguleika fyri, at ES forðar innflutningi av øðrum vørum enn teimum, sum hava beinleiðis samband við makrelfiskiskapin. Vit hava í longri tíð biðið um at fáa hesi tiltøk sett í verk, og tí fegnast vit um, at málið endiliga er komið so langt. Tað hevur eisini týdning, at hesi tiltøk eru staðfest, áðrenn næstu samráðingarnar byrja í oktober mánaði, sigur Ian Gatt. Vónandi merkir hetta, at Ísland og Føroyar ásanna, at fiskiskapurin ikki er byrðardyggur og ikki verður viðurkendur av altjóða fiskivinnu samfelagnum. Nú hevur tað týdning, at londini koma aftur til samráðingarborðið, so at virðismikli makrelstovnurin kann røkjast við skili, sigur stjórin fyri skotsku uppsjóvarvinnuna. Teir fyrstu ísfiskatrolararnir eru nú farnir at royna eftir makreli norðan fyri Føroyar. Tað eru teir báðir hvalbiartrolararnir, Sjagaklettur og Gullberg. Hetta er samstundis fyrsti túrurin, síðani teir komu í flotan í mai. Sjagaklettur og Gullberg partrola og heilfrysta makrelin umborð. Og sum skilst hevur gingið hampiliga væl við veiðuni hesa fyrstu vikuna. Lítið av sild er uppi í veiðini. Teir royna á somu leið sum fleiri av nótaskipunum, í ein landnyrðing úr Fugloynni. 850 tons í part Í fyrsta umfari hava teir báðir hvalbiartrolararnir fingið tillutað 850 tons av makreli í part. Teir kunnu í mesta lagi hava 10 prosent av sild sum hjáveiðu, og higartil hevur nøgdin av sild verið væl undir tað markið. Allir trolararnir í hesum bólkinum hava fingið makrelkvotu, men hon er ikki umsetilig. Sum skilst fellur tað, ið ikki verður fiskað, aftur til landið, og so verður tað býtt út av nýggjum. Felagið Jókin keypti Sjagaklett og Gullberg úr Murmansk í Russlandi fyri tilsamans 64 milliónir krónur. Teir eru merktir 837 bruttotons hvør og eru bygdir í Týsklandi í 1996 og 1997. Landsstýrismálanevndin fer í dag at taka avgerð um kærurnar um løgmann og landsstýrismannin í fíggjarmálum Høgni Hoydal, løgtingsmaður, sigur, at teir hava brotið stýrisskipanarlógina, tí Uttanlandsnevndin hjá løgtinginum ikki varð kunnað, áðrenn samráðingar vóru við donsku stjórnina um at hækka blokkstuðulin, og avgerð varð tikin um at steingja sendistovuna í London og flyta virksemið til Brússel. Kæran hevur verið til hoyringar hjá Kaj Leo Holm Johannesen og Jørgeni Niclasen, sum vísa aftur, at teir hava brotið nakra lóg. Landsstýrismálanevndin fer í dag at gera sína niðurstøðu. Eisini kæra um makrelbýtið Nevndin hevur eina aðra kæru frá Høgna Hoydal. Hon er um makrelbýtið. Høgni Hoydal kærdi løgmann og Jacob Vestergaard, landsstýrismann í fiskivinnumálum, fyri heimildarloysi og ólógligar avgerðir í fyrisitingini av makrelfiskiskapinum í 2012. Nevndin hevur sent kæruna til hoyringar hjá løgmanni og landsstýrismanninum í fiskivinnumálum og fer síðani at viðgera málið aftur eftir ólavsøku, sigur Sirið Stenberg, forkvinna í nevndini. Skattastigin Harafturat hevur Landsstýrismálanevndin eina kæru frá fýra andstøðutingfólkum, sum kærdu Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, tí hann við kunngerð ætlaði at sleppa AT prístalsviðgera skattastigan. Tað halda Kristina Háfoss, Eyðgunn Samuelsen, Helena Dam á Neystabø og Poul Michelsen er brot á stýrisskipanarlógina, tí skattur kann bara ásetast við lóg, ikki við kunngerð. Lógarbroytingin bleiv ikki avgreidd í tinginum, tí løgmaður vildi sleppa at kanna hana fyrst. Løgmansskrivstovan verður liðug við hesa kanning hálvan juli. Landsstýrismálanevndin bíðar nú eftir Løgmansskrivstovuni. Danski ES formansskapurin hevur góðtikið heimildina at seta í verk handilsforðingar móti Føroyum. ES tingið og danski formansskapurin í ES eru samd um, hvussu berast skal at móti londum, sum sambært ES ikki fiska burðardygt Tað sigur írski tingmaðurin, Pat the Cope Gallagher, við heimasíðuna. Orsøkin til, at ES fær sær heimild til at seta handilsforðingar móti londum, sum sambært ES ikki fiska burðardygt, er makrelfiskiskapurin hjá Føroyum og Íslandi. Nú kann ES avmarka innflutningin av fiski og fiskavørum úr Føroyum og Íslandi. ES kann eisini forða fiskiskipum og farmaskipum úr Føroyum og Íslandi at koma í havn í ES londum. Ikki bara Føroyar og Ísland Nýggju reglurnar hjá ES eru tó ikki bara ætlaðar at brúka móti Føroyum og Íslandi, men móti øllum londum, sum sambært ES ikki fiska burðardygt. Men eingin ivi er um, at føroysku og íslendsku makrelkvoturnar gjørdu, at ES nú fær hesar reglur. Reglurnar seta eisini forboð fyri at selja londum, sum sambært ES ikki fiska burðardygt, fiskiskip, reiðskap og tænastur, og at lata ES skip fara undir eitt nú føroyskt ella íslendskt flagg. Pat the Cope Gallagher fegnast um semjuna millum ES tingið og danska ES formansskapin, sum endar leygardagin. Hann sigur, at makreltrætan millum strandarlondini er orsøkin til, at ES nú fær eitt sterkt og effektivt amboð móti londum, sum fiska óskipað, bæði nú og í framtíðini. Vónar at trætan verður loyst Eg vóni tó framvegis, at tiltøkini ikki verða brúkt móti Føroyum og Íslandi og heiti enn eina ferð á allar fýra partar í makrelstríðnum um alt fyri eitt at royna at loysa trætuna. Fiskivinnunevndin hjá ES fer at samtykkja reglurnar um tvær vikur, og hálvan september fer ES tingið endaliga at staðfesta tær. Strandarlondini, ES, Noreg, Ísland og Føroyar, hava ikki ásett nakran fund um makrelin. Men fiskivinnuráðharrarnir í Norðuratlantshavi hava sín árliga fund í Reykjavík í næstu viku. Makrelósemjan er tó ikki á dagsskránni fyri tann fundin. Men vera norski ráðharrin og ES kommisserurin í fiskivinnumálum á fundinum í Reykjavík, er møguligt, at fundur kortini verður um makrelin, segði Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, við Útvarpið fyrst í juni. Vestmanna Seafood hevur tikið ímóti 300 tonsum av makreli, síðani tey byrjaðu fyrst í hesum mánaðinum. Higartil hevur felagið húsast í leigaðum hølum. Men í næstum verður flutt inn í gamla flakavirkið í bygdini, sum felagið hevur keypt . Tá fara eini 30 fólk at arbeiða á Vestmanna Seafood. Hesar fyrstu tríggjar vikurnar hevur nógv veriða at gjørt á nýggja uppsjóvarvirkinum í Vestmanna. Eini 20 fólk hava arbeitt í vaktum alt samdøgrið við at heilfrysta makrelin í blokk. Virkið keypir rávøruna frá skipunum hjá Varðanum í Gøtu, og hon kemur til Vestmanna í kølitangum. Virkið hevur higartil tikið ímóti 300 tonsum av makreli. Stjórin á Vestmanna Seafood, Eyðun Olsen, sigur, at tey eisini hava gjørt royndir við at skera makrel til flak. Hetta sær spennandi út, og er eisini ein møguleiki í framtíðini. Arbeiða á báðum virkjunum Fyrstu tíðina hevur virkið húsast í bygninginum, har Atlantis áður var. Men um einar tvær vikur ella so flytir virksemið inn á gamla flakavirkið í Vestmanna, sum Vestmanna Seafood hevur keypt til endamálið og hevur umvælt og umbygt. M.a. er øll frystiútgerðin umvæld og gólv eru gjørd av nýggjum. Tá tey eru flutt, verða tey helst eini 30 fólk til arbeiðis. Tá gamla flakavirkið verður tikið í nýtslu, verður arbeitt í báðum virkisbygningunum hjá Vestmanna Seafood Eyðun Olsen, stjóri, sigur, at málið er, at virkið skal verða í gongd alt árið. Tá makrelverttíðin er av, kemur sildin fyri og síðani svartkjafturin. Fyri fyrstu ferð sýnir ein føroyingur fram á heimskenda danska listasavninum Louisiana. Tað er Guðrun Ludvig, helvtin av fyritøkuni Guðrun amp Guðrun. Framsýningin, ið Guðrun Ludvig er partur av, kallast New Nordic. Hon varpar ljós á nýggjan norðurlendskan arkitektur, men dentur verður eisini lagdur á, hvussu listafólk skilja norðurlendskan samleika. Okkum kunnugt er hetta fyrstu ferð, at ein føroyingur sýnir fram á altjóða listasavninum. Benadicte Brocks samskipar New Nordic á Louisiana. Listarligi kassin hjá Guðruni Ludvig er eitt gott boð upp á siðbundnan norðurlendskan samleika, men við einum nýggjum, frískum íkasti, sigur Benadicte Brocks, samskipari á listaframsýningini. Framsýningin New Nordic letur upp fríggjadagin, og hon er opin til 21. oktober. Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum. Nýggjasta skipið í flotanum hjá Supply Service í Leirvík er skrásett í dag. Skipið eitur Tórsborg, og er bygt á Havyard skipasmiðjuni í Noregi. Tórsborg er skrásett í FAS, Føroysku altjóða skipaskránni. P f Tórsborg í Leirvík eigur nýggja frálandaskipið. Supply Service, sum skjótt flytur úr Leirvík til Havnar, hevur seinastu árini bygt fýra frálandaskip fyri 1,2 milliardir krónur Hini trý skipini eru Eldborg, Sæborg og Sjóborg. Tann, sum hevur hægsta boð upp á festið í Fámará í Vágs kommunu, er biðin um at søkja Búnaðarstovuna um festið. Tað upplýsir Jens Andrias Vinther, advokatur, sum lýsti Fámará til sølu fyri Búnaðarstovuna. Fimm tilboð komu, og hægsta boðið er 520.000 krónur Tann, sum hevur hetta boðið, kann nú søkja um at fáa festið. Tá Búnaðarstovan hevur fingið umsóknina, ger hon uppskot um festibræv, sum Búnaðargrunnurin skal góðkenna. Tá Búnaðargrunnurin hevur góðkent festibrævið verður tað tinglýst, og tá hevur Fámará fingið nýggjan festara. Festið í Fámará hevur ikki havt festara í nógv ár, men bara uppsitara, sum ansaði eftir bygningum og øðrum, sum hoyrir til festið. Nú verður festið selt tí, sum hevur hægsta boð, so Fámará kemur inn í festiskipanina, sum kom í 2007. Festarin skal hava í minsta lagi tvey ára royndir frá arbeiði í landbúnaði, umframt í minsta lagi hálvt ár á landbúnaðarskúla ella góðkent kvøldskúlaskeið í landbúnaði. Festarin skal hava fastan bústað í Suðuroynni, men festaranum nýtist ikki at búgva í Fámará. Norska fiskivinnan ger alt ov nógv av í stríðnum móti føroyingum um makrelin. Tað heldur ein fyrrverandi norskur skipari og reiðari, sum hevur fiskað nógvan makrel í føroyskum sjógvi. Norska blaðið Fiskeribladet Fiskaren hevur í dag samrøðu við skiparan, Arne Solheim, sum heldur, at norska reiðarafelagið eigur at vera meira fyrikomandi mótvegis føroysku krøvunum, tí makrelurin hevur verið í føroyskum sjógvi í mong ár. Arne Solheim hevur drúgvar royndir við makrelfiskiskapi í føroyskum sjógvi. Síðani sekstiárini hevur hann roynt eftir bæði makreli og sild um okkara leiðir og í íslendskum sjógvi. Nógvur makrelur uppií Arne Solheim greiðir í Fiskeribladet Fiskaren frá, at longu í sekstiárunum, tá teir royndu eftir sild undir Íslandi og við Føroyar, var nógvur makrelur uppi í veiðuni. Tí áttu norskir myndugleikar at vitað, at makrelur altíð hevur verið í íslendskum og føroyskum sjógvi. Hetta er ikki nakað nýtt, tí veiðan varð fráboðað gjøgnum Norges Sildesalgslag. Hann veit eisini at siga, at seint í sjeytiárunum staðfestu norsku nótaskipini, at makrelurin hvarv úr ES sjógvi eystan fyri Hetland tá funnu teir makrelin í føroyskum sjógvi. Funnin í Smoguni Arne Solheim veit eisini at siga, at í 1986, tá makrelurin hvarv úr norskum sjógvi, funnu teir hann í Smoguni norðan fyri Føroyar. Tí heldur hann, at norsku krøvini mótvegis hava verið eintáttað, tí makrelurin hevur ferðast langar leiðir í fleiri Harrans ár , sum hann tekur til. Tí fái eg vaml, tá eg hoyri reiðarafelagið Fiskeb aring tredernes Forbund grundgeva so eintáttað fyri sínum krøvum, sigur Arne Solheim sambært Fiskeribladet Fiskaren. Blaðið hevur eisini tosað við skotska fiskimálaráðharran, Richard Lochhead, ið vitjaði norska starvsfelaga sín fyrr í vikuni. Lochhead ásannar, at føroyingar og íslendingar hava eitt løgborið legitimt krav um part í kvotuni, men tað kann ikki halda fram sum nú, har føroyingar og íslendingar hótta makrelstovnin við at áseta sær so stórar kvotur, sigur skotski fiskimálaráðharrin. Umstríddi forsetin í Sýrialandi, Bashar al Assad, sigur nú, at Sýrialand er í kríggj, sum hann ætlar at vinna. Krígsstøða er í landinum, og tá tú ert í kríggj, eigur alt at verða gjørt til tess at vinna tað, sigur al Assad sambært sýrialendsku tíðindastovuni Sana. Sostatt bendir alt á, at stríðið móti uppreistrardeildunum fer at harðna. Hildið verður, at 15.000 fólk eru deyð, og at í minsta lagi ein hálv millión fólk eru flýdd. Assad vísir aftur áheitanini úr vesturheiminum um at leggja frá sær. Vesturheimurin tekur og letur ongantíð, og tað er prógvað, sigur sýrialendski forsetin. USA heldur kortini, at forsetin er um at missa takið í landinum. Tað sigur ein talsmaður fyri Barack Obama, forseta, eftir at ein sýrialendskur generalur, tveir oberstar og fleiri enn 30 hermenn sunnudagin flýddu til Turkalands. Fleiri hernaðarleiðarar eru flýddir til Jordan og Turkalands, og tað er tekin um, at stjórnin er um at missa tamarhaldið, sigur talsmaðurin, Jay Carney. Bæði danski Javnaðarflokkurin og Sosialistiski Fólkaflokkurin eru lágt í metum hjá veljarunum eftir skattaavtaluna, sum varð gjørd í farnu viku. Var val nú, hevði Javnaðarflokkurin bert fingið undirtøku frá 15,9 prosentum av veljarunum, og tað er søguliga vánaligt úrslit. SF hevði fingið 5,4 prosent av atkvøðunum. Voxmeter hevur gjørt kanningina fyri Ritzau. Á fólkatingsvalinum í fjør valdu 24,8 prosent Javnaðarflokkin, og 9,2 prosent valdu SF. Úrslitið í veljarakanningini hevði havt við sær, at Javnaðarflokkurin hevði fingið 28 umboð í fólkatingið. Flokkurin hevur í løtuni 44 sessir. SF hevði fingið níggju umboð, samanborið við tey 16, sum flokkurin hevur nú. Radikali flokkurin hevði, sum tann einasti av stjórnarflokkunum, havt eina lítla framgongd. Eindarlistin stóra framgongd Eindarlistin, sum hevur verið stuðulsflokkur hjá stjórnini, hevði havt eina munandi framgongd, 5,6 prosent, um val var nú, og hevði fingið 12,2 prosent av atkvøðunum. Sambært kanningini hevði Eindarlistin verið fjórði størsti flokkur í fólkatinginum við 22 umboðum, og bert Danski Fólkaflokkurin, Javnaðarflokkurin og Vinstrihøvdu verið størri. Hóast Vinstri flokkurin eftir kanningini hevur eina lítla afturgongd, hevði flokkurin verið nógv størstur. Hann hevði fingið 34,9 prosent av atkvøðunum, samanborið við 26,7 prosent á valinum í fjør. Støðan hjá Noregi og ES viðvíkjandi makrelkvotunum hjá Føroyum og Íslandi er óbroytt, eftir at skotski fiskimálaráðharrin, Richard Lochhead, hevur vitjað norska fiskimálaráðharran, Lisbeth Berg Hansen. Eingin ivi er um, at bæði Noreg og Skotland vilja fáa avtalu við Føroyar og Ísland, sigur Lochhead við blaðið FiskeribladetFiskaren. Men tað verður ikki nøkur treytaleys avtala, leggur hann afturat. Bæði hann og norski fiskimálaráðharrin siga, at Føroyar og Ísland eiga part í makrelstovninum, men kvoturnar eru alt ov stórar sum nú er, siga tey, og heita enn eina ferð á føroyingar og íslendingar um at sýna ábyrgd í makrelmálinum. 433 ung í Tórshavnar kommunu søktu um at sleppa at vera við í ungum í arbeiði í summar. Ung, sum eru 14, 15 ella 16 ár, fáa arbeiði hjá kommununi í tvær vikur í juli. Tey eru býtt í 45 bólkar, og tey fyrstu byrja at arbeiða mándagin. Hini byrja 16.juli. Fleiri dreingir enn gentur søkja um arbeiði. Í ár eru dreingirnir 236 og genturnar 198. Tey 14 ára gomlu fáa hálva arbeiðaraløn, 56,26 krónur um tíman. Hini fáa tríggjar fjórðingar av tímalønini hjá arbeiðsfólki, og tað eru 84,39 krónur Gamla politistøðin í Jónas Broncksgøtu í Havn verður nú seld. Karen Marie Olesen, fúti, upplýsir fyri Dimmalætting, at politistøðin verður lýst til sølu. Tað er Ognafelagið Freja hjá danska statinum, sum eigur bygningin í Jónas Broncksgøtu, og fer at lýsa hann til sølu. Blámusoppur staðfestur Tað eru nakrir mánaðar síðani, at blámusoppur varð staðfestur í bygninginum í Jónas Broncksgøtu, har politistøðin hevur húsast í mong ár. Løgreglan gjørdi skjótt av og flutti í annan bygning yvir við Strond. Karen Marie Olesen, væntar, at politistøðin verður verandi yviri við Strond, hóast ábendingar eru um, at blámusoppur eisini ger um seg í nýggja bygninginum. Vatn er sloppið inn undir klædningin og rennur ikki frá aftur. Fútin sigur við Dimmalætting, at trivnaðurin hjá starvsfólkinum hevur mest at siga, og tí skal ein loysn finnast. Men hon heldur, at bygningurin yviri við Strond kann verða umvældur, so tað ikki verður neyðugt at flyta politistøðina eina ferð afturat. Tvøroyrar kommuna hevði 9,8 milliónir krónur í avlopi í rakstrinum í fjør. Tað eru næstan fimm milliónir meira enn fíggjarætlanin segði. Í henni varð roknað við 4,9 milliónum í yvirskoti av rakstrinum. Býráðið á Tvøroyri hevur kunngjørt roknskapin fyri 2011. Kommunan fekk 4,3 milliónir krónur meira í skatti og avgjøldum enn mett varð, tá fíggjarætlanin fyri 2011 varð gjørd. Tvøroyrar kommuna rindaði slakar 4,3 milliónir krónur av skuldini í fjør. Svínakrímið í 2009 kravdi í minsta lagi 284.500 mannalív. Tað eru 15 ferðir fleiri enn hildið, tí fyrstu uppgerðirnar vildu vera við, at svínakrímið kravdi 18.500 mannalív. Tað siga altjóða granskarar í einari nýggjari frágreiðing, sum er kunngjørd í viðurkenda tíðarritinum Lancet Infectious Diseases. Granskarar siga, at talið kann verða enn størri 579.000 fólk kunnu verða deyð av sjúkuni, siga teir. Tá heimsins heilsustovnur, WHO, uppunaliga segði, at 18.500 fólk vóru deyð av svínakrími, var tað tí, at starvsstovukanningar váttaðu talið. Men WHO legði dent á, at talið helst var ov lágt. Tey flestu í Afrika og Landsynningsasia Sjúkan rakti Afrika og Landsynningsasia meint, tí sjúkrahúsverkið varð ikki ført fyri at ávísa smittuna. 59 prosent av teimum, sum doyðu, búðu í Afrika og Landsynningsasia. Svínakrímið varð fyrstu ferð staðfest í Meksiko í mars 2009. Ein mánað seinni hevði sjúkan breitt seg til Kalifornia, har ein 10 ára gomul genta varð smittað. Í 2009 varð smittan staðfest í 74 londum. Árið eftir í august 2010 kunngjørdi WHO, at sjúkan varð bast. Ísrael heldur góðar møguleikar vera at samstarva við nýggju egyptisku stjórnina, hóast nýggi forsetin horyir til Muslimska Brøðralagið. Tá tað frættist, at Mohamed Morsi hevði vunnið forsetavalið í Egyptalandi, søgdu fleiri ísraelskir viðmerkjarar seg stúra. Men Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri, er bjartskygdur Vit vænta okkum gott samstarv við nýggju egyptisku stjórnina, við støði í friðaravtaluni millum Egyptaland og Ísrael, segði Netanyahu fyri tíðindafólkum eftir ein fund við russiska forsetan, Vladimir Putin, í Jerusalem. Friður er av størsta týdningi fyri Ísrael og Egyptaland, segði ísraelski forsætisráðharrin. Ehud Barak, verjumálaráðharri, er meira varin. Hann sigur, at við nýggju valdsharrunum í Egyptlandi eru bæði møguleikar og avbjóðingar. Mohamed Morsi hevur sagt, at hann ætlar at endurskoða friðaravtaluna við Ísrael. Tó hevur hann einki sagt um, at Egyptaland ætlar at ógilda avtaluna. Øll størvini í leiðsluni í Almannaverkinum eru nú leys at søkja. Almannaverkið søkir eftir 12 deildarleiðarum til nýggja bygnaðin, nú Almannatovan og Nærverkið eru løgd saman. Til allar deplarnar uttan eldradepilin verður søkt eftir einum deildarstjóra og einum deildarleiðara. Síðani Almannastovan og Nærverkið fyrr í ár vórðu løgd saman til Almannaverkið hevur verið arbeitt við at gera nýggjan bygnað fyri allan stovnin. Fimm deplar Alt arbeiðið verður skipað í fimm deplar viðskifta , menningar , trivnaðar ,veitingar og eldradepilin. Oman fyri hesar deplarnar er fíggjardeild, kt deild og starvsfólkadeild. Ovast er stjórin, Petra Johnsdóttir Joensen. Teir 12 leiðararnir, sum verða settir, skulu fremja stóru bygnaðarbroytingina, ið kemur í gildi á nýggjárinum. 1.700 fólk starvast í Almannaverkinum, sum er tað nógv størsta arbeiðsplássið í landinum. Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum. Føroyska A landsliðið í fótbólti hevur fingið nýggjan høvuðsstuðul. Fyrrapartin var stuðulsavtala gjørd millum Fótbóltssamband Føroya og alifyritøkuna Bakkafrost á Glyvrum. Avtalan er galdandi næstu tvey árini, boðar Fótbóltssambandið frá. Føroyska A landsliðið skal spæla fýra dystir í ár. Fyrst ein venjingardyst í Íslandi 15. august, og síðani verða tríggir dystir í undankappingini til HM í 2014. 7. september skulu Føroyar spæla móti Týsklandi í Hannover, og í oktober mánaði eru tveir heimadystir á skránni, sum verða spældir á nýggja graslíkinum á Tórsvølli. Fyrst móti Svøríki 12. oktober og síðani móti Írlandi fýra dagar seinni. Trotabúgvið eftir týska íløgufelagið Phoenix fekk í dag góðar tvær milliónir krónur frá partafeløgum og einstaklingum í Føroyum, sum sambært búnum fingu ov nógvar pengar frá Phoenix, áðrenn felagið kollsigldi. At siga, at trotabúgvið fekk góðar tvær milliónir í Føroyum, er kanska at gera í so nógv av. Tað veldst nú um tey, sum skulu gjalda pengar aftur, eru før fyri tí, tí talan er ikki um smápengar. Føroya rættur viðgjørdi fyrrapartin 12 stevningar frá trotabúnum móti partafeløgum og einstaklingum í Føroyum. Tey flestu játtaðu Tey flestu tóku játtandi til orðanna, sum tað eitur á rættarmálinum. Tað merkir, at tey góðtaka kravið frá trotabúnum, tí tey vænta ikki at fáa viðhald, skal mál teirra takast upp til dóms, og so koma tey at skylda sakarkostnað eisini. Níggju av teimum 12 tóku játtandi til orðanna, trý mál vóru ikki klár at avgreiða í dag. Størsta kravið er góðar 630.000 krónur, tað fekk eitt smápartafelag. Minsta kravið er 42.400 krónur Størsta kravið, sum ein einstaklingur skal gjalda, er 578.000 krónur Halda seg hava góða sak Trotabúgvið heldur seg hava eina góða sak í Føroyum, eftir at Eystari landsrættur hevur felt dómar í málum móti donskum íleggjarum í Phoenix. Og tað var enntá fimta deild, hon sum plagar at vera í Føroyum, sum segði hesar dómar. Fimta deild hjá Eystara landsrætti fer tí neyvan at døma øðrvísi í føroyskum málum. Trotabúgvið stevndi eftir pengum, sum tey stevndu, sambært stevningini, av órøttum fingu frá týska íløgufelagnum, tí talan var um fiktivar pengar, pengar, sum í veruleikanum ikki vóru til. Tað eru pengar, sum fólk og feløg fingu umframt tað, sum tey settu í Phoenix. Trotabúgvið stevnir fyri at fáa pengar til øll hini, sum einki tóku av sínum kontum í Phoenix og tí mistu tað, tey settu í íløgufelagið. Fremsta málið hjá einum trotabúgvi er at fáa sum flestar pengar at býta millum kreditorarnar hjá tí, sum fór á heysin. Avdúkað í 2005 Virksemið hjá Phoenix Kapitaldienst varð avdúkað í 2005, eftir at stovnarin árið fyri doyði í einari flogvanlukku. Phoenix fekk millum annað nógvar føroyingar at seta pengar í felagið við tí endamáli, at pengarnar fóru til íløgur, sum so skuldu geva teimum, sum settu í, avkast. Og fólk og feløg fingu eisini pengar aftur frá Phoenix. Men tað vóru pengar hjá nýggjum íleggjarum, sum gomlu íleggjarnir fingu. Málini verða avgreidd eftir týskum rætti. Sambært týskum rætti ber til at fara fýra ár aftureftir frá húsaganginum, so stevningarnar umfata árini 2001 til 2005. Kunningarátakið hjá TAKS um stuðul til at umvæla egnan bústað gjørdi mun. Ið hvussu so er fekk TAKS nógv fleiri umsóknir í fjør enn hini árini, kunngerðin var galdandi. Í fjør vóru upprunaliga 16 milliónir krónur í fíggjarlógini til hendan stuðulin, men í fjør heyst kom ein eykajáttan afturat upp á 11 milliónir. TAKS helt, at fólk kundu søkja eftir 31.desember í fjør, hóast kunngerðin fór úr gildi tá, tí fyrningarfreistin var eisini galdandi eftir nýggjár. Nógv fleiri umsóknir Men niðurstøðan varð tó, at hetta bar ikki til. TAKS og Fíggjarmálaráðið avgjørdu tí, at TAKS skuldi kunna fólk við at lýsa bæði væl og virðiliga, at lógin fór úr gildi 31.desember 2011, og at ikki bar til at søkja um stuðul eftir tann dagin. Úrslitið av átakinum var, at TAKS fekk nógv fleiri umsóknir um stuðul í 2011 enn árini frammanundan. Eitt annað úrslit var, at tær 27 milliónirnar rukku verri enn so. Stuðulin kostaði 9,2 milliónir meira enn játtað og eykajáttað var. Tey fimm árini, kunngerðin um at lata fólki ein part av meirvirðisgjaldinum aftur, tá tey umvældu sín egna bústað, kostaði kunngerðin landskassanum 107,2 milliónir, krónur TAKS fekk 6.138 umsóknir. Landskassin fekk í fjør 10 milliónir krónur meira enn væntað burtur úr partafeløgunum, sum landið eigur í. Sambært fíggjarlógini fyri 2011 skuldi landið fáa 13 milliónir í vinningsbýti í fjør. Men 23 milliónir komu í landskassan. BankNordik, har landið umvegis Fíggingargrunnin eigur triðingin, gav 12 milliónir, sjey meira enn væntað. Atlantic Airways, sum landið eigur tveir triðingar av, gav fimm milliónir í vinningsbýti, og frá FT Samskifti, sum landið eigur einsamalt, fekk landskassin seks milliónir í vinningsbýti í fjør, sambært frágreiðing frá Landsgrannskoðanini til løgtingsgrannskoðararnar um frávik millum játtan og nýtslu í 2011. Oljuvinnan einki gullnám Oljuvinnan var ikki tað stóra gullnámið hjá landskassanum í fjør. Í fíggjarlógini er roknað við roknað við fýra milliónum í kolvetnisskatti. Men har komu bara 800.000 krónur frá boringini hjá italska oljufelagnum ENI síðst í 2010. Nakað er komið afturat í ár, men inntøkan frá hesi boringini er minni enn mett varð. Orsøkin er, at felagið, sum boraði, hevði hall, upplýsir landsstýrið. Føroysk børn eru ikki bara ov feit. Tey eru eisini ov kløn. 7,3 prosent av gentunum í sjeynda flokki eru ov klænar, staðfestir kanningin, sum Gigni og Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning hava gjørt av føroyskum skúlabørnum. Eisini lutfalsliga nógvir dreingir eru ov klænir. 5,2 prosent av dreingjunum í sjeynda flokki eru ov klænir. Støðan er verri enn í okkara grannalondum, sigur Bjarta Vilhelm, stjóri í Gigni. Kanningin hjá Gigni vísir eisini, at føroysk skúlabørn eru alt ov feit. Millum ein fjórðingur og ein fimtingur av børnunum vóru annaðhvørt ov feit ella hættisliga feit. Stjórin í Gigni ásannar, at ov fá børn í Føroyum hava eina miðalvekt. Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum. Longu eitt ár eftir, at Depilin í Skálavík læt upp, er hann vorðin ov lítil, skrivar Dimmalætting. 12 kømur eru á Deplinum, men tað er ov lítið, og tí er avgjørt at byggja eina lon aftrat við 16 kømrum. Tá verða 130 seingjarpláss tilsamans, upplýsir Heðin Lamhauge, leiðari á Deplinum í Skálavík, fyri Dimmalætting. Farið verður undir arbeiðið eftir summarfrítíðina, og nýggja lonin skal eftir ætlan standa liðug í februar. Ein sjálvsognastovnur eigur Depilin, og grunnurin hevur onga skuld. Viðtøkurnar siga, at lántøka er ikki loyvd, og fíggingin er í lagi frammanundan, sigur Heðin Lamhauge. Umframt lonina við fleiri kømrum, er ætlanin at gera fleiri uttandura spælipláss og golfhol. Nógv virksemi er á Deplinum í Skálavík, og eini 15 16 fólk eru á lønarlistanum. Grønlendska Sjálvstýrið hevur lænt 350 milliónir krónur úr Norðurlendska Íløgubankanum. Avdráttartíðin er 15 ár, og rentan verður óbroytt fyrstu sjey árini. Lánið skal millum annað nýtast til eitt nýtt vatnorkuverk í Ilulissat, sum skal minka oljunýtsluna. Í løtuni er rentan lág í Norðurevropa, og tí hava grønlendsku myndugleikarnir avgjørt at taka lánið úr Norðurlendska Íløgubankanum, sum eisini tryggjar gjaldførið hjá landskassanum í 2013, upplýsir Maliina Abelsen, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, fyri grønlendska kringvarpinum, KNR. Tá vatnorkuverkið í Ilulissat stendur liðugt næsta ár, fer tað at veita borgarunum í býnum, vinnulívinum og almennum stovnum streym. Verkið verður eisini ført fyri at veita hita. Føroysk skip og virki, sum ætla at útflyta vørur til Kina, skulu í seinasta lagi 1. mai næsta ár verða skrásett á einum lista. Tað fingu føroyskir útflytarar at vita á einum kunningarfundi, sum Vinnuhúsið skipaði fyri í síðstu viku. Grace He, ið starvast hjá handilsráðnum á donsku sendistovuni í Beijing, greiddi frá, hvussu føroyskar fyritøkur kunnu nýta danska útflutningsráðið. Grace He greiddi frá, at danska handilsráðið kann ráðgeva fyritøkum, ið ætla at fáa fótin fastan á kinesiska marknaðinum. Eitt nú hevur handilsráðið hjálpt Royal Greenland at fáa samband við keyparar í Kina. 1. mai næsta ár skulu øll virki og skip verða skrásett á einum lista fyri at útflyta vørur til Kina, og hetta verður eisini galdandi fyri føroyskar útflytarar. Teir eiga at seta seg í samband við Heilsufrøðiligu Starvsstovuna at verða skrásettir á listanum. Tað ræður um at skráseta seg beinan vegin, tí eftir 1. mai kann tað gerast meiri enn trupult at sleppa á listan, segði umboðið fyri donsku sendistovuna í Beijing á kunningarfundinum fyri føroysku útflytararnar. Lutakastið um hvussu spælast skal í fyrstu umførunum í evropeisku kappingunum hevur verið í dag. Meistararnir, B36, skulu til Norðurírland at spæla ímóti Linfield FC. B36 heimasíðan skrivar, at hetta helst var tað tórførasta mótstøðuliðið sum teir kundu fáa. Politiið kannar framvegis, hví eldur kom í hjallin og neystið hjá landinum á Tinganesi á middegi fríggjadagin. Eingin elinnlegging var í húsinum, sum var 31 fermetrar til støddar, so skammlop er útilokað sum orsøk. Neystið og hjallurin brunnu í grund. Tey stóðu í ljósum loga, tá sløkkiliðið kom á staðið. Arbeitt verður í løtuni við møguleikanum at seta á stovn eina nýggja, loftvegis farmarutu til og úr Føroyum. Higartil er talan um einstaklingar í flogvinnuni, ið arbeiða við møguleikanum at seta á stovn eitt flogfelagð, ið burturav skal flyta farm. Serliga verður hugsað um laks og annan fisk, ið skal flúgvast feskur úr Føroyum, beinleiðis á evropeiska meginlandið. Ein av stigtakarunum sigur við útvarpið, at ætlanin er at útvega flogfør av sama slag sum gomlu flogførini hjá Atlantsflog, tað vil siga av slagnum British Aerospace, ið verða innrættað einans til farm. Byrja í heyst ella í vetur AElig tlanirnar eru umrøddar á flogvinnu portalinum news to date ídag, ið vísir á, at málið er at byrja í heyst ella tíðliga í vetur, soleiðis at felagið fær luft undir veingirnar fyri jól, tá vanliga nógv frakt og farmur er at flyta. Við útvarpið sigur ein av stigtakarunum, at ætlanirnar eru umrøddar við partar av føroysku vinnuni, men enn hevur eingin í vinnuni bundið seg til nakað. Tí er ov tíðliga at siga nakað um, hvørt ein slík farleið hongur saman fíggjarliga. Fortreytirnar eru sjálvsagt, at fígging fæst, umframt neyðugu loyvini, sigur ein av stigtakarunum, ið tó hevur góðar vónir um at tað fer at eydnast at seta á stovn nýggju farmatrutuna. Av tí at fyrireikingarnar eru komnar so stutt, vilja stigtakararnir vera ónevndir. Nývaldi forsetin í Egyptalandi, Mohamed Mursi, mælir landsmonnum sínum til at savnast eftir valstríðið upp undir forsetavalið, sum hevur spjatt tjóðina. Eg vil vera forseti fyri allar egyptar, lovaði Mursi í síni fyrstu sjónvarpsrøðu síni fáar tímar eftir, at tað var varð kunngjørt, at hann vann forsetavalið. Mursi, sum hoyrir til Muslimska Brøðralagið, fekk 52 prosent av atkvøðunum. Hann vann seinna valumfar á fyrrverandi forsætisráðharranum, Ahmed Shafiq. Mursi segði, at stríðið er ikki av enn Kollveltingin heldur fram, til øll krøv eru eftirlíkað, sigur nýggi forsetin. Nógv av teimum ungu, sum gingu á odda í stríðnum, sum endaði við, at Hosni Mubarak legði frá sær sum forseti, halda lítið um, at valið stóð millum Mursi og Shafiq. Hvørgin teirra umboðar kollveltingina, ljóða atfinningarnar. Men í fyrstu røðu síni rætti nýggi forsetin hondina út til øll í egyptiska samfelagnum. Eg heiti á tykkum, egyptar, um at styrkja okkara tjóðskaparligu eind, segði Mursi í røðuni. Vandamikli heilivágurin móti gikt og aðrari pínu, Diclofenac, verður nakað minni brúktur í Føroyum enn í Danmark. Í Danmark fáa 150.000 fólk hendan heilivágin. Tað eru 2,7 prosent av fólkinum í landinum. Í Føroyum hava, sambært Apoteksverkinum, 1070 fólk fingið Diclofenac higartil í ár. Og tað eru 2,2 prosent av fólkinum her. Gunnar Gislason, yvirlækni og seniorgranskari á sjúkrahúsinum í Gentofte, ávarar móti heiliváginum, tí hann elvir til hjartatrupulleikar og blóðtøppar, og fólk doyggja av honum. Íslendingar fáa nógvan heilivág Men í Íslandi eru læknarnir raskir at geva sjúklingum Diclofenac, skrivar Morgunblaðið. Har fáa 35.000 fólk ivasama heilivágin. 35.000 fólk eru næstan 11 prosent av fólkinum í Íslandi. Í ongum øðrum Norðurlandi er Diclofenac so nógv brúkt sum í Íslandi, skrivar Morgunblaðið. Og nýtslan bara veksur, hóast læknar fullvæl vita, at heilivágurin hevur skaðilig hjáárin. Gunnar Gislason mælir til at forbjóða Diclofenac. Evropeiski heilivágsstovnurin ætlar at viðgera Diclofenac á fundi í næsta mánað. Evnið Diclofenac verður selt undir fleiri nøvnum, millum annað Diclodan, Diclon og Voltaren. Hvussu ber tað til, at løgmaður er í makrelbólkinum samstundis sum hann hevur eftirlit við landsstýrismanninum í fiskivinnumálum Henda spurning hevur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, fingið frá Landsstýrismálanevndini. Hann er biðin um at svara í seinasta lagi 16.juli. Landsstýrismálanevndin viðger eina kæru frá Høgna Hoydal í Tjóðveldi um, hvussu landsstýrið umsitur makrelin. Høgni Hoydal kærdi løgmann og Jacob Vestergaard, landsstýrismann í fiskivinnumálum, fyri tað, sum hann kallar heimildarloysi og ólógligar avgerðir í fyrisitingini av makrelfiskiskapinum í 2012. Høgni Hoydal kærir millum annað um vantandi eftirlit løgmans við, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fyrisitur á lógligan og fullgóðan hátt sambært stýrisskipanarlógini. Løgmaður sjálvur í makrelbólkinum Løgmaður setti tíðliga í ár ein politiskan makrelbólk at vera við í makrelbýtinum og øðrum avgerðum um makrelin. Í makrelbólkinum eru formenninir í øllum fýra samgonguflokkunum, teirra millum løgmaður sjálvur. Har eru eisini Jacob Vestergaard og Bárður Nielsen, formaður í Fíggjarnevndini. Landsstýrismálanevndin spyr nú, hví løgmaður er í makrelbólkinum, samstundis sum hann skal hava eftirlit við, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ikki ger nakað skeivt. Landsstýrismálanevndin hevur eisini biðið Jacob Vestergaard um eina frágreiðing og skjøl, millum annað skjøl, sum eru brúkt, tá býtt varð upp í skipabólkar, sum hava fingið makrel í ár. KÍ ÍF 1 0 Í dagsins dysti vann KÍ 1 0 á heimavølli ímóti ÍF. Einasta málið í dystinum stóð Páll Klettsgarð fyri, tá ið ein góður hálvur tími var spældur. Samanumtikið var tað ein uppiborin sigur til klaksvíkingar, sum eisini høvdu fleiri málmøguleikar ígjøgnum allan dystin. Víkingur HB 2 2 Dysturin í Sarpugerði ímillum Víking og HB endaði við javnleiki, har bæði liðini fingu tvey mál í part. Fyrsta málið kom ikki fyrrenn tíðliga í seinna hálvleiki, tá ið Fróði Benjaminsen við brotssparki legði HB á odda. Stutta løtu seinni javnaði Kaj Leo í Bartalsstovu fyri Víking. Men tað var stutt ímillum málini hesa løtuna, og tá ið ein tími var spældur kom HB á odda aftur. Hesaferð var tað Andrew av Fløtum, sum var hægstur í Víkinga brotsteignum og stútaði bóltin í málið til 2 1. Men aftur hesaferð vóru víkingar skjótir av svara aftur, tí at bert 5 minuttir seinni javnaði Hjartvard Hansen fyri Víking til 2 2. Liðini fingu eisini nakrar málmøguleikar afturat, eitt nú endaði bólturin í Víkingamálinum, men tað málið var kolldømt og dysturin endaði sostatt við javnleiki 2 2. B36 TB 2 2 Í Gundadali var sama støða í dystinum ímillum B36 og TB. Málini í Gundadali komu øll í fyrra hálvleiki, sum, líkasum restin av dystinum, var sera undirhaldandi. Súni Olsen legði B36 á odda, tá ið 20 min vóru farnir og tíggju minuttir seinni javnaði Dan Mortensen fyri TB. B36 svaraði tó skjótt aftur bert 4 min seinni skoraði Símun Joensen til 2 1. Hendan støðan helt sær eisini bert í 8 minuttir, tí at beint fyri hálvleik fekk TB eitt brotsspark, sum Bojan Timic umsetti til mál. Fleiri mál komu ikki í dystinum, sum sostatt endaði 2 2. NSÍ B68 2 0 B68 vann trý týdningarmikil stig í dystinum við Løkin ímóti NSÍ. Toftamenn vunnu grannauppgerðina 2 0. Fyrsta málið kom eftir eitt gott korter, tá ið Jónleif Højgaard legði B68 á odda 1 0. Spenningurin í dystinum helt sær tó heilt til eitt lítið korter var eiftir av vanligu leiktíðini, tá ið Óli Olsen slóg sigurin fastan fyri B68, tá ið hann skjeyt málið til 2 0, sum eisni gjørdist endaliga úrslitið. FC Suðuroy EB Steymur 0 2 Fimti dysturin hetta umfarið, var avgreiddur sum Jóansøkudystur í gjár, tá ið oddaliðið EB Streymur vann 2 0 ímóti FC Suðuroy. Arnbjørn Hansen og Hans Pauli Samuelsen skutu málini fyri EB Streym. Komandi umfar í Effodeildini sær soleiðis út Víkingur B36 NSÍ EB Streymur ÍF HB FC Suðuroy KÍ B68 TB Tað er oljugreinarin hjá norska bankanum DNB, Torbjørn Kjus, sum í eini samrøðu við E24 sigur at sum støðan er í løtuni, so er ikki ómøguligt at oljuprísurin raplar til einar 50 60 dollarar fyri fatið. Síðani 1. mai er prísurin á eini tunnu av norðsjóvarolju fallin úr 119 dollarum til 89 dollarar, ið var prísurin fríggjadagin seinnapartin. Somu prísundanbrekku síggja vit fyri tað amerikansku WTI oljuna, ið er fallin úr 106 dollarum og niður í 68 dollarar. DNB greinarin heldur at oljuprísurin kann fara niður í eina helvt, samanborið við prísin 1. mai. Torbjørn Kjus heldur, at tað eru tríggjar høvuðsorsøkir til at prísurin nú lækkar á oljuni. Orsøkir til lækkandi oljuprísir 1. Íleggjarar hava seinnu árini brúkt olju sum ein part av sínum íløgubólkum. Hetta ger, at oljuprísurin kann verða raktur av fígjarligum sveiggjum. Í mars í ár vóru óvanliga nógvir íleggjarar sum sótu á sokallaðum fíggjarligum oljuavtalum. Tá prísurin so fellur, so gerst trongt í útsøludiskinum, og prísurin fellur. 2. Harafturat hava fleiri lond lagt olju á goymslu í 2012. Fyrst gjørdi Kina tað, og seinni valdi USA at gera tað sama. Saudi Arabia skal eisini hava koyrt nógva olju á goymslu. 3. Higartil í ár er vøksturin í Kina, USA og Europa lægri enn ein hevði roknað við. Tað ger at eftirspurningurin eftir olju dalar. Torbjørn Kjus sigur í samrøðuni við E24, at hann roknar við einum lægri oljuprísi komandi tíðina, men hann roknar ikki við, at hann gerst so lágur sum 36 dollarar fyri norðsjóvarolju, ið var prísurin undir fíggjarkreppuni í 2008. Hann roknar við, at prísurin, aftaná at hava verið niðri á eini 60 dollarum, kemur at leggja seg í eina legu millum 70 og 80 dollarar í eina tíð. Sostatt vann hann forsetavalið fyri viku síðani móti fyrrverandi forsætisráðharranum, Ahmed Shafiq. Mursi fekk 51,7 prosent av atkvøðunum meðan Shafiq fekk 48,3 prosent. Á Tahir torginum í Cairo, har nógv fólk hava verið savnað hesar seinastu dagarnar, var gleðisrómur. Eftir valið fyri viku síðan hava bæði forsetavalevnini sagt seg hava vunnið annað valumfar, og tí valdi valnevndin at útseta valúrslitið í eina viku fyri at fáa stundir til at kanna valúrslitið væl og virðiliga. Føroyski útflutningurin er vaksin nógv seinastu mánaðirnar. Nýggjastu uppgerðirnar frá Hagstovuni vísa, at fýra teir fyrstu mánaðirnar vaks útflutningurin í tonsum við 43 prosentum í mun til sama tíðarskeið í fjør. Men hóast stóra vøksturin í nøgd, var vøksturin í virði bara 12 prosent tað vil siga tað sama sum, at vit fáa minni fyri fiskin í ár. Munurin á nøgd og virði sæst best í alingini. Frá januar til og við apríl í ár útfluttu vit 50 prosent meira alifisk enn somu mánaðirnar í fjør. Men virðið av alifiskinum hækkaði bara tvey prosent. Hagstovan skrivar, at prísstøðið á alilaksi hevur í nøkur ár verið óvanliga høgt, tí útboðið av laksi minkaði nógv, tá alivinnan í Kili varð rakt av sjúku. Nú er prísurin so lækkaður aftur, og tað sæst aftur í, at virðið í útflutninginum av laksi ikki øktist eins nógv og útfluttu nøgdirnar. Meðalprísurin pr. kilo av alifiski í ár var 29 krónur og 60 oyru, meðan hann sama tíðarskeið í fjør var 41 krónur og 30 oyru. Í nøgd hevur størsti vøksturin í ár verið uppsjóvarfiskur. Tað er útflutningurin av svartkjafti, sum serliga er vaksin fyrsta triðingin av í ár í mun til í fjør. Eisini er útflutt meira av botnfiski, og her er tað serliga upsijn, sum stendur fyri vøkstrinum, meðan tað er útflutt minni av toski, skrivar Hagstovan. Fyrstu fýra mánaðirnar í ár útfluttu vit 99.554 tons av fiskavørum fyri 1 milliard og 439 milliónir krónur. Flokkurin Høyre hevur gingið støðugt fram í seinastu veljarakanningunum, og stendur nú at fáa 32 prosent av atkvøðunum. Á Stórtingsvalinum í 2009 fekk Høgra einans 17,2 prosent og var triðstørsti flokkur eftir Arbeiðaraflokkin og Framsóknarflokkin. Høgra hevur ikki havt so góð veljaratøl síðan 1987, skrivar NRK á netinum. Arbeiðaraflokkurin gongur aftur. Flokkurin fær í dag 30,2 prosent av atkvøðunum í mun til 35,4 prosent á seinasta stórtingsvali. Eisini Framsóknarflokkurin gongur aftur. Høgravendi flokkurin fær nú 16,2 prosent av norsku atkvøðunum í mun til 22,9 á valinum seinast. Meðan arbeiðaraflokkurin gongur aftur, so gongur tað nakað betur fyri flokkarnar, sum sita í stjórnini saman við Arbeiðaraflokkin. Miðflokkurin fær nú 5,5 prosent, sum er nakað minni enn við valið seinast, men sum kortini er ein munandi framgongd í mun til seinastu veljarakanningarnar. Hin lítli stjórnarflokkurin, Sosialistiski Vinstriflokkurin, gongur eisini fram í mun til undanfarnar veljarakanningar, og fær nú 5,3 prosent av atkvøðunum. Vinstra fær 4,5 prosent og Kristiligi Fólkaflokkurin 4,1 prosent. Hesir báðir flokkarrnir eru mið høgraflokkar. Um hesi tølini halda, so kundu høgraflokkarnir tað eru Høgra, Framsóknarflokkurin, Kristiligi Fólkaflokkurin og Vinstra skipað stjórn við tilsamans 100 av teimum 169 limunum í Stórtinginum. Veljarakanningin vísir eisini, at framgongdin hjá Framsóknarflokkinum seinastu árini fullkomiliga er steðgað upp. Hetta kann gera tað lættari at fáa eina breiðari borgarliga stjórn. Bæði í Kristiliga Fólkaflokkinum og í Vinstra eru nógv sera ivingasam til eitt samstarv við Framsóknarflokkin, ið millum annað er kendur fyri at hava nógvar stuðlar sum ynskja at steðga tilflyting til Noregs og annars eru ivasom til fólk úr øðrum heimspørtum. Tað fall nærmast sum ein bumba fríggjadagin, tí danska sentrumvinstra stjórnin í longri tíð hevur lverið í samráðingum við vinstravenda Eindarlistan um eina nýggja skattaskipan. Eindarlistin er eisini ein partur av stjórnargrundarlagnum hjá sitandi donsku stjórnini, mannað við Teimum Radikalu, Javnaðarflokkinum og Sosialistiska Fólkaflokkinum. Fríggjadagin gjørdi stjórnin so eina avtalu um skattanýskipan við borgarligu flokkarnar Vinstra og Tey konservativu. Kravið frá teimum borgarligu til nýggju skattaskipanina var millum annað, at rentufrádrátturin hjá húsaeigarum verður varðveittur. Serliga í stjórnarflokkinum SF eru limir í øðini inn á avtaluna. Og ikki minst inn á teirra egna floksfelaga, Thor M ouml ger Pedersen, skattamálaráðharra, ið gjørdist gitin, tí hann var yngsti ráðharri í donsku stjórnini nakrantíð. Skattaavtalan við tey borgarligu prógvar, at skattamálaráðharrin ikki er uppgávu sína vaksin, og eigur at verða skiftur út, sigur Poul Overlund Sørensen, sum situr í landsstjórnini hjá SF. Landsleiðslan í SF er á fundi saman við fólkatingsbólkinum á Christiansborg í dag fyri at viðgera skattanýskipanina. Longu fríggjakvøldið boðaðu fólkatingslimir hjá SF frá, at tey ætlaðu sær at atkvøða ímóti, tá avtalan einaferð kemur til viðgerðar á fólkatingi, skrivar Ritzau. Tað er annars sosialdemokraturin Bjarne Corydon, búskaparmálaráðharri, sum hevur staðið á odda fyri samráðingunum um eina skattanýskipan. Alt bendir á, at tað vóru sýrar, sum skutu flogfarið niður. Málið endar nú á borðinum, bæði í Nato og í ST trygdarráðnum. Turkar søgdu annars, at flogfarið var í altjóða øki tá tað bleiv skotið niður. Turkiski uttanríkisráðharrin boðar í dag, at hann fer at taka málið upp á Nato sendiharrafundinum, sum verður týsdagin. Málið verður tikið upp sambært grein 4 í Nato sáttmálanum, sum sigur at mál kunnu takast upp um eitt limaland kennir seg hótt uttanífrá. Eisin trygdarráðið hjá ST verður drigið inn í málið. Bretski uttanríkisráðharrin William Hague fer at taka málið upp. Hann sigur, at Bretland nú er tilreiðar at seta tiltøk í verk móti Sýrialandi. Henda skelkandi hendingin prógvar, at Sýrialand hóreiggjar sær á ein hátt, ið als ikki kann góðtakast, og eg fordømi hendingina av fullum hjarta, sigur William Hague, sambært Reuters. Turkiski uttanríkisráðharrin hevur váttað, at flogfarið av óvart var komið inn í sýriskt loftrúm, men staðfestir, at tað kortini er talan um altjóða loftøki. Sýriskir myndugleikar vísa á, at flogfarið var í sýriskum loftrúmi. Turkiska statssjónvarpið boðar í dag frá, at vrakið av niðurskotna flogfarinum er funnið á 1300 metra dýpi í sýriskum sjóøki. Enn eru teir báðir flogskipararnir ikki funnir. Talan var um eitt F 4 Phantom jagaraflogfar. ST trygdarráðið hevur fleiri ferðir havt til viðgerðar sýrisku leiðsluna, men higartil hevur tað eydnast Kina og Russlandi at sissa ráðið. Ein innkeypskurv við teimum bíligastu gerandismatvørunum, sum í fjør kostaði 374,10 krónur, kostar í ár 416,51 krónur. Í kanningini hevur Politiken samanborið prísirnar á 36 ymiskum vørum. Hesar vørur fevna um 35 prosent av søluni av gerandismatvørum í Danmark. Hjá øllum teimum stóru matvøruhandlunum í Danmark er prísirnir á hesum vørum hækkaðir við meir enn 2,1 prosentunum, sum brúkaraprísirnir eru hækkaði hetta sama tíðarskeið. Hjá matvøruhandlunum eru prísirnir hækkaðir trý til ellivu prosent. Danmark er frammanundan eitt land við sera høgum prísum. Tá prísirnir hækka so ógvusliga og nógv meira enn inflatiónin, so ger tað brúkarin verður fátækari, sigur Martin Salamon, ráðgevi hjá danska brúkararáðnum, við Politiken. Tað er tískil neyðugt at kanna, hvat liggur undir hesum príshækkingum, heldur hann. Martin Salamon vísir á, at tá danska kappingarráðið herfyri kannaði sera høgu prísirnar á breyði, kom kappingarráðið fram á ólógligt virksemi í einum av framleiðsluliðnum. Tað hevði við sær, at prísurin lækkaði aftur. Tað verður tann fyrsti forsetin, ið egyptar hava valt á einum frældum valið, og kann eisini gerast tann fyrsti, sum er partur av muslimska brøðralagnum, ið Mubarak og hansara heryvirmenn brúktu tað mesta av síni tíð at stríðast ímóti. Nógv týðir á, at tað verður Mohamed Mursi, sum gerst hægsti maður í stóru arabisku tjóðini. Mursi er partur av Muslimska brøðrarlagnum, og vinnur hann forsetavalið, gerst tað ein merkishending í Miðeystri. Mótvalevnið, Ahmed Shafiq, er fyrrverandi sameindur hjá Mubarak, og vinnur hann, óttast egyptar, at tað festir í kollveltingina av nýggjum. Shafiq hevur annars lovað, at eisini hann er áhugaður í eini breiðari stjórn. Forsetavalið varð hildið síðsta sunnudag, og seinni í dag verður úrslitið almannakunngjørt. Tað hevur verið rættiliga ófriðarligt í høvuðsstaðnum Kairo hetta seinasta samdøgrið. Fleiri túsund eguyptar savnaðust á Tahrir torginum í gjárkvøldið fyri at mótmæla hernaðarstýrinum. Mótmælisfólkini halda, at herurin hevur tikið sær politiskt vald, men hernaarleiðarar og umboð fyri Muslimska brøðralagið vissa um, at avtalað er gjørd um, hvussu landsins framtíð kann skipast. Hóast mótmælisbólkarnir eru rættuliga ósamdir, so hava teir tó eitt felags, og tað er kravið um at hernaðarleiðslan góðtekur tað úrslitið sum fólkið hevur atkvøtt fram. Nógv óttast at hernaðarleiðslan hevur brúkt hesa farnu vikuna til at laga úrslitið so teirra valevni vinnur valið. Í Gøtu spælir Víkingur móti HB. Í Trongisvági TB móti B36, Í Runavík verður lokaluppgerð millum NSÍ og B68 og í Klaksvík tekur KÍ móti ÍF. Í gjárkvøldið varð ein dystur spældur. Tað var á Jóansøku í Vági, har FC Suðuroy tapti 0 2 fyri EB Streymi Harvið staðfesti EB Streymur sítt fyrstapláss í deildini við 30 stigum. Næstir EB Streymi liggja Víkingur við 25 og KÍ við 24 stigum. Málini fyri EB Streym í gjárkvøldið skutu Arnbjørn Hansen og Hans Pauli Samuelsen eitt í hvørjum hálvleiki Sambært vakthavandi á løgregluni hevur Jóansøkan verið stak friðarlig. Politiið hevur ikki havt nakrar serligar uppgávur, uttan at taka sær av rættiliga nógvum fólki, sum ikki kláraðu seg sjálv orsaka av fyllskapi. Í nógv ár helt blaðið og prentsmiðjan Dimmalætting til í gomlu Havnini, beint við har sum millum annað Caf eacute Natúr heldur til í dag. Seinastu nærum 30 árini hevur fyritøkan hildið til á Hálsi. Men nú stákast starvsfólkini við at gera nýggju redaksjónina klára, og hon verður í miðbýnum, í Niels Finsens Gøtu 10. Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, hevur nú kært Kringvarp Føroya til fjølmiðlanevndina, fyri brot á góðan fjølmiðlasið. Samstundis viðgongur borgarstjórin, at hann leyp framav í gjár í samband við eina samrøðu við Dag amp Viku. Kæran kemur eftir eitt innslag í Degi amp Viku fríggjakvøldið, í sambandi við byggiloyvið til húsini á Ravnsoyargøtu í Havn, har tríggir smádreingir lótu lív í einum eldsbruna í sethúsum. Sí eisini Vildi hava samrøðuna klipta Dagur amp Viku hevur í longri tíð roynt at fingið eina samrøðu við Heðin Mortensen, borgarstjóra, um, hví hann hevur givið restini av býráðnum munnkurv at úttala seg í sambandi við at Degur amp Vika hevur ført fram, at borgarstjórin hevur sagt ósatt um byggiloyvið í Ravnsoyargøtu. Eitt byggiloyvið, ið ikki fylgdi ásetingunum í brunalógini og sambært sjónvarpsdokumentarinum Brandfellurnar gjørdi húsini, har smádreingirnir lótu lív, til eina brandfellu. Tá Heðin Mortensen, borgarsjóri, í gjár loksins stillaði upp til samrøðuna, fór samrøðan skjótt av sporinum og endaði við hóttanum. Heðin Mortensen, borarstjóri í Havn, hevur nú gjørt álvara av hóttanunum og kært Kringvarp Føroya til fjølmiðlanevndina fyri brot á góðan fjølmiðlasið. Í tíðindaskrivi í morgun viðgongur Heðin Mortensen, borgarsjóri, at hann leyp framav í Degi og Viku í gjárkvøldið. Sí eisini Vildi ikki síggja prógv Heðin Mortensen viðgongur eisini, at Tað kann væl vera, at Kommunan kanska hevur gjørt onkrar feilir í sambandi við almennu umrøðuna av hesum máli, sum hann málber seg. Men borgarstjórin kennir seg bæði forfylgdan og karaktermyrdan av Kringvarpi Føroya, og tí hevur hann kært Kringvarpið. Heðin Mortensen skrivar í brævinum, at hann heldur at tað er eitt óvanligt stig, at tíðindaleiðarin í Kringvarpinum skrivar eitt lesarabræv. Heðin Mortensen metir, at brævið frá tíðindaleiðaranum er eitt langt álop á seg. Brot úr brævinum Heðin Mortensen leggur afturat, at framferðin hjá honum ikki eigur at skiljast sum ein hóttan. Hann skrivar í brævinum Eg segði við journalistin, at hann skuldi hoyra frá einum advokati. Tað haldi eg ikki vera at hótta hevur hann sítt uppá pláss, er jú einki at óttast. Men eg skal viðganga, at uttan mun til óærliga atburðin hjá journalistinum skuldi eg ikki havt lopið framav. Men eg vóni at fólk skilja, at tað hevði sína orsøk. Tað var jú so sólarklárt, at tað er jú ikki sannleikan, Kringvarpið vil hava fram , skrivar borgarstjórin í Tórshavnar kommunu. Heðin Mortensen, borgarstjóri, heldur, at Kringvarpið ikki ynskir at fáa eina sakliga viðgerð av málinum tá ein fjølmiðil týðuliga fer eftir tí øvuta nevniliga at skapa eina sensatión og geva onkrum ávísum skuldina fyri eina syndarliga vanlukku tá skal kommunan sum almennur myndugleiki ikki spæla við. N ú fari eg so ikki at spæla við meir , sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í høvuðsstaðnum. Nú er málið sent til fjølmiðlanevndina til viðgerðar. Har verður ikki spurningurin um kommunan hevur sagt ósatt tikin til viðgerðar, men um Kringvarpið hevur fylgt teimum fjølmiðlaetisku leiðreglunum, í samband við sendingina Brandfellurnar og uppfylgingini av málinum í Degi amp Viku. Pengarnir hava verið frystir inni, tí Ungarn ikki hevur hildið ES krøvini til tjóðarroknskapin. Undirskotið á fíggjarlógini má vera hægst 3 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni. Undirskotið í Ungarn hevur verið alt ov høgt líka síðan landið gjørdist limur í ES í 2004. Nú verður frægari. Danski búskaparráðharrin, Margrethe Vestager, ið stóð á odda fyri ráðharrafundinum, fegnast um, at tiltøkini hava havt virknað. Ungarn var á skeivari kós. Nú er kósin rættað uppaftur, staðfesti Margrethe Vestager. Rørini eru løgd til tey fyrstu húsini, og seinni í summar fáa átta húski í Nólsoy fjarhita úr vindi. Fyrsta byggistigið hjá smápartafelagnum Nólsoyar orkufelag er um at vera liðugt. Felagið hevur keypt ein oljutanga úr Vestmanna at hava vatnið í, sum verður hitað við vindorkuni. Tangin tekur 50.000 litrar. Seinni er ætlanin at hvørt hús fær sín tanga, sum tekur 2000 litrar Enn er prísur ikki settur á fjarhitan, men hann verður bíligari enn olja, eisini nú oljuprísurin fer niður Okkurt um 100 sethús eru í Nólsoy, men fólk býr verri enn so í øllum. Men umráðandi er at fáa fleiri enn átta hús upp í skipanina sum skjótast. Nólsoyar orkufelag hevur keypt eina brúkta danska myllu av slagnum Windworld. Vestas hevur seinni keypt Windworld, sum er í Skagen. Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum. Starvsmannafelagið fer at krevja lønarhækking í sáttmálasamráðingunum í heyst. Tað er ógvuliga umráðandi, at vit fáa eina lønarhækking hesa ferð. Allir prísir eru hækkaðir, so tað er eyðsæð, at vit skulu hava eina lønarhækking, sigur Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum, við Sosialin. Sáttmálin fer úr gildi 1. oktober, men partarnir hava avtalað at hava fyrsta samráðingarfundin fyri summarfrítíðina. Meðan hini feløgini, sum Starvsmannafelagið samráddist saman við í fjør, góðtóku at fáa 220 krónur aftrat um mánaðin, fekk Starvsmannafelagið onga lønarhækking í sín sáttmála, sum varð longdur til 1. oktober í ár. Felagið helt, at henda upphædd var láturliga lítil. Hinvegin vóru onkrar tillagingar gjørdar í sáttmálanum. Selma Ellingsgaard sigur við Sosialin, at Starvsmannafelagið góðtekur framvegis ikki, at flatskatturin verður tengdur upp í sáttmálasamráðingarnar. Smærru útróðrarbátarnir í bólki sleppa aftur í ár at royna á Føroya Banka. Sambært kunngerðini, sum Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur lýst, kunnu bátarnir royna í tilsamans 70 dagar, til 31. august. Treytin fyri at fáa fiskiloyvi á Føroya Banka, er, at báturin hevur fiskiloyvi í bólki 5. Seinastu tvey árini hevur verið avmarkaður fiskiskapur á Føroya Banka. Fyri at bøta trygdina hjá bátunum, og fyri at hava neyvari eftirlit við fiskiskapinum, skulu bátar, sum royna á Bankanum, hava fylgsiveinaútgerð umborð. Henda útgerðin skal regluliga senda Fiskiveiðieftirlitinum upplýsingar um, hvar báturin er staddur. Bátar, sum ætla sær á Føroya Banka í summar, skulu søkja Fiskimálaráðið um fiskiloyvi. Um eitt tíðina kom eldur í eitt gamalt neyst við hjalli í erva, sum hoyrir til ognirnar í Tinganesi. Tá sløkkiliðið kom á staðið stóð alt í ljósum loga, og bygningurin brann í grund. Hann stendur fáar metrar frá pakkhúsinum á Sælingahellu, har umsitingin í Tinganesi hevur skrivstovur, men eldurin breiddi seg ikki, og tí var ongantíð vandi á ferð fyri grannahúsunum, sigur politiið. Bygningurin hevur staðið tómur í mong ár, og enn er ikki greitt, hví eldur kom í. Tað eru ikki bara teir á skipunum hjá Varðanum, sum royna at fáa betri fisk og betri prís við at pumpa makrelin livandi umborð í somu løtu, hann kemur í posan. Í dunganum av umsóknum, sum liggur í Fiskimálaráðnum, um loyvi at fiska makrel í ár er ein frá trimum feløgum, sum biðja um 12.000 tons um árið í trý ár til eina royndarverkætlan. Feløgini Nípan, AMD og Thor ætla at lata tveir gamlar ísfiskatrolarar samtrola, og samtundis skal makrelurin pumpast um borð á verksmiðjuskip, sum siglir saman við trolarunum. Feløgini hava keypt trolararnar Fjalshamar og Nónhamar til royndina. Feløgini sendu Fiskimálaráðnum umsóknina fyrst í februar í ár, men hava ikki fingið svar. Rógvi Reinert, aðalstjóri í Fiskimálaráðnum, sigur, at freistin at søkja um makrel til vinnuligar royndir er ikki farin fyrr enn á midnátt í kvøld. Umsóknirnar verða tí ikki viðgjørdar fyrr enn í næstu viku. 8.000 tons av makreli eru sett av til vinnuligar royndir. Verjin hjá hópdrápsmanninum, Anders Behring Breivik, krevur, at Breivik verður fríkendur. Í øðrum lagi krevur hann, at hópsdrápsmaðurin fær linastu revsing. Geir Lippestad segði undir dómsviðgerðini í rættinum í Oslo fyrrapartin, at Breivik hevur viðgingið sínar gerðir, men talan er ikki um eina brotsgerð, men neyðverju. Verjin sigur eisini, at Breivik er við sítt fulla skil og kann dømast fongsulsrevsing. Ákæruvaldið hevur kravt, at Anders Behring Breivik verður dømdur í psykiatriska viðgerð. Rættarmálið, sum hevur vart í 10 vikur, endar í dag. Dómur fellur 20. juli ella 24. august. Tíggjunda hvørt starvsfólk í franska flogfelagnum, Air France, kann rokna við uppsøgn. Felagið boðar frá, at í seinasta lagi í 2014 verða 5.000 færri starvsfólk í felagnum. Tað svarar til 10 prosent av starvsfólkunum. Felagið ætlar, at fólk skulu fara úr starvi á vanligan hátt, um semja fæst um tað við fakfeløgini. Franska Air France hevur lagt saman við niðurlendska flogfelagið, KLM, og neyðugt er við umfatandi sparingum, eftir at felagið í fjør hevði seks millardir krónur í halli. Boðini fingu partabrævini í felagnum at hækka. Franska stjórnin eigur 15 prosent av partabrøvunum. Felagið fer nú undir samráðingar um tey 5.000 fólkini sum skulu úr starvi. Fakfeløgini hava boðað frá, at tey fara at krevja, at flogfelagið fer at tryggja teimum, sum eftir eru, at tey varðveita starvið. Oljuprísurin hevur ikki verið so lágur seinasta hálvt annað árið, sum hann er nú, og líkt er til, at prísurin fer at lækka enn meiri. Eygleiðarar siga, at prísurin er lækkaður 27 prosent seinastu mánaðirnar, og at prísurin ikki hevur verið lægri síðani í oktober í 2010. Í gjár kostaði ein tunna av olju úr Norðsjónum 91 dollarar. Í mars var prísurin fyri eina tunnu 128,4 dollarar. Eygleiðarar halda orsøkina til lækkingina vera, at sum liðið er á árið, er trúgvin upp á framtíðina viknað aftur, eftir at fólk um ársskiftið væntaðu framgongd í búskapunum í Europa. Serliga í suðurevropa er búskaparstøðan ring, og tí tora fólk ikki at nýta pening, men velja heldur at spara, tí eisini húsaprísirnir eru falnir nógv, so tøki peningurin hjá fólki er minkaður. Samstundis boða bæði Kina og USA frá, at har eru viðurskiftini ikki nøktandi. Ein onnur orsøk til, at oljan er komin undir trýst, er, at OPEC nú selur slakar tríggjar milliónir tunnur meiri av olju um dagin, og oljusølan er tilsamans 31 milliónir tunnur um dagin. Alt fleiri føroyingar gerast ríkir Tað vísa hagtøl, sum Taks hevur gjørt. Samanteljingin vísir, at talið av føroyingum, sum hava eina hálva millión ella meiri í lønarinntøku, er vaksið úr 2.109 í 2009 upp 2.512 í 2010. Sostatt vaks parturin av føroyingum, ið forvinnur meiri enn hálva millión krónur, við góðum 19 prosentum. Týðiligari gerast tølini, tá hugt verður at, hvussu nógvir føroyingar forvinna meiri enn eina millión. Hetta talið vaks úr 157 í 2009 upp í 254 í 2010. Sostatt vaks talið av føroyingum, ið hava meira enn eina millión í inntøku, við næstan 62 prosentum hetta árið. Tølini fyri 2011 eru ikki liðugt uppgjørd enn, men Sofus Johannessen, fulltrúi á Taks, sær somu gongd í nýggjastu tølunum at talið av føroyingum við stórari inntøku veksur. Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum. Neyvari hagtøl skulu fyribyrgja kreppur, sum stava frá virksemi innan fíggjarvinnuna. Tað sigur Landsbankin, sum hevur gjørt samstarvsavtalu við danska Tjóðbankan um hagtøl. Landsbankin sigur, at sammett við onnur framkomin lond hava Føroyar síðani seinna heimsbardaga lutfalsliga havt nógvar og ógvusligar búskaparkreppur, sum fyri stóran part hava havt uppruna í fíggjarkervinum. Virka eisini uttanlands Tørvurin hjá Landsbankanum og Tjóðbankanum á hagtølum er vaksin, tí peningastovnar seinnu árini eisini eru farnir uttanlands at virka. Samanborið við Danmark og ES hava Føroyar verið eftirbátur, tá ið ræður um hagtøl, og tað hava Landsbankin og Tjóðbankin ásannað. Tí er gjørd samstarvsavtala um hagtøl. Hon byggir á eitt ríkislógartilmæli, sum løgtingið hevur samtykt, og sum gevur Tjóðbankanum hagtalsheimild í føroyskum peningastovnum og øðrum búskapareindum. Í fyrsta umfari verða bert føroysku peningastovnarnir í hagtalsskipanini, men sum frá líður koma eisini aðrir viðkomandi fíggjarstovnar upp í skipanina. Landsbankin væntar, at hon verður eitt gott amboð hjá myndugleikum, peningastovnum og øðrum, sum gera metingar av fíggjargeiranum og búskapinum sum heild. Norska ákæruvaldið vil hava hópdrápsmannin, Anders Behring Breivik, dømdan í viðgerð. Ákæruvaldið ivast í, um Breivik var við sítt fulla skil, tá hann framdi hópdrápini. Tí eigur hann ikki at verða dømdur fongsulsrevsing, men í psykiatriska viðgerð. Dómsviðgerðin í rættarmálinum móti Breivik byrjaði í rættinum í Oslo í dag. Vit eru ikki sannførd um, at Breivik er rættsiktaður, men vit ivast. Tí krevja vit, at hann fær viðgerðardóm, sigur ákærin, Svein Holden. Rætturin hevur fingið tvær mótstríðandi serfrøðingakanningar av Breivik, men hvørgin hevur sannført ákæruvaldið. Anders Behring Breivik hevur viðgingið, at hann drap 77 fólk í Oslo og á Utøya 22. juli í fjør. Breivik hevur sagt, at hann framdi hópdrápini í neyðverju, og at hann tí eigur at verða fríkendur. Fiskidaganevndin mælir til, at fiskidagarnir verða óbroyttir næsta fiskiár. Fiskidaganevndin hevur latið Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni, sítt tilmæli. Nevndin sigur, at hon er greið um, at støðan hjá upsastovninum er góð, at toskastovnurin er nakað verri fyri enn í fjør, og at støðan hjá hýstustovninum er ring. Kortini mælir Fiskidaganevndin til óbroytt fiskidagatal næsta ár. Tilmælið er grundað á, at útgangsstøðið fyri fiskidagaskipanini er at stilla veiðiorkuna. Orkan nógv minkað Veiðiorkan talið av skipum er nógv minkað seinastu árini. Samstundis eru veiðimøguleikarnir hjá flotanum nógv skerdir, tí færri dagar eru í skipanini. Og haraftrat eru stór øki friðað fyri fiskiskap í styttri og longri tíð, sigur Fiskidaganevndin. Nevndin mælir frá, at óbrúktir dagar verða nýttir sum grundgeving fyri at skerja fiskidagaralið. Í Fiskidaganevndini sita umboð fyri skipabólkar, Meginfelag Útróðrarmanna og Fiskimannafelagið. Formaður í nevndini er Dennis Holm. Alt tilmælið frá Fiskidaganevndini kann lesast her Smyrjiolja, sum sprændi á tann heita motorin, var orsøkin til, at eldur kom í Varðborg fyri skjótt einum ári síðani. Skipaeftirlitið hevur kunngjørt frágreiðing sína um óhappið. Tveir tímar eftir, at Varðborg var farin til fiskiskap úr Peterhead í Skotlandi kom eldur í maskinrúmið. Hetta var beint eftir midnátt 30.juni í fjør. Skotska vaktar og bjargingartænastan sleipaði Varðborg aftur til Peterhead, og har sløkti sløkkiliðið í býnum eldin. Eldurin varð sløktur góðar fimm tímar eftir at hann kyknaði. Manningin á Varðborg, 14 mans, fór ikki av skipinum. Eingin fólkaskaði hendi. Skiftu pakning Meðan Varðborg var í Peterhead, var fólk frá einari fyritøku haðani um borð og skifti ein pakning í smyrjioljuskipanini. Nýggi pakningurin var úr tundri. Skipaeftirlitið heldur, at antin toldi nýggi pakningurin ikki trýstið, ella vóru boltarnir rundan um pakningin ikki nóg væl spentir eftir umvælingina. Ella lak rørið, sum pakningurin var settur í. Í triðja lagi kann orsøkin vera ein samanrenning av pakninginum og tærda rørinum. Betri er at brúka gummipakningar, ikki tundur, sigur Skipaeftirlitið. Sambandið slitnaði Skipaeftirlitið kom til ta niðurstøðu, at sambandið millum brúnna og neyðavbrótaran til høvuðsmotorin var slitnað, tí kaðalin var skaddur í maskinrúminum, antin av elli ella av ristingum. Skiparin greiddi frá, at neyðavbrótarin var royndur um várið, óhappið var 1.juli, og tá riggaði hann. Neyðavbrótarar eiga at verða royndir í minsta lagi triðja hvønn mánað, sigur Skipaeftirlitið. Og uttan at kunna geva felagnum í Peterhead, sum skifti pakningin, nakra skyld, mælir Skipaeftirlitið manningum til altíð at kanna arbeiði, sum fólk úr landi gera umborð. Dreingir og gentur í 1. flokki eru ov feit, og summi eru hættisliga feit. Tað vísir ein kanning, sum Gigni og Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning hava gjørt. Kanningin umfatar allar skúlar í landinum skúláarini 2004 2005 og 2010 2011. Hon vísir, at ein lutfalsliga stórur partur av dreingjunum í 1. flokki eru feitir ella hættisliga feitir. Í 1. flokki skúlaárið 2004 2005 vóru góð 26 prosent av dreingjunum í hesum báðum bólkum, men í 2010 2011 var støðan eitt sindur frægari, ella 21,4 prosent. Eisini álvarsamt hjá gentum Støðan hjá gentum er eins álvarslig og hjá dreingjum. Skúlaáarið 2004 2005 vóru 28,1 prosent av gentunum í 1. flokki feitar ella hættisliga feitar. Í 2010 2011 vóru tølini eitt sindur lægri, 22,9 prosent, av gentunum í 1. flokki. Tá hugt verður at BMI tølunum hjá næmingum í 7. flokki skúlaárið 2010 2011, er dreingjum og gentum um 14 ára aldur, er støðan tann sama sum í 1. flokki. Ein munandi partur av dreingjunum og gentunum eru feit ella hættisliga feit. Summi er ov kløn Kanningin vísir eisini, at tað er ein vaksandi trupulleiki, at alsamt fleiri ung eru ov kløn, er at tey hava eitt ov lágt BMI tal. Hjá dreingjunum vóru 5,2 prosent ov klænir og hjá gentunum 7,3 prosent. Gransking vísir, at greiður samanhangur er millum fita hjá børnum, eldri enn tvey ár, og fita hjá vaksnum. Kanningini hjá Gigni og Granskingardeplinm fyri Samfelagsmenning stuðlar undir hesa niðurstøðu, tí føroysk børn verða eisini hildin føst í einari støðu við ovurfita. Svenska løgreglan hevur hert eftirlitið við svensku kjarnorkuverkunum, eftir at spreingievni varð funnið við eitt av verkunum í gjárkvøldið. Spreingievnið varð funnið í einum lastbili, sum stóð við kjarnorkuverkið Ringhals. Løgreglan arbeiðir tí við einum máli um, at tað skuldi nýtast til eina atsókn. At spreingievnið varð funnið, fekk løgregluna at herða eftirlitið við øllum kjarnorkuverkum í Svøríki. Staðið leingi við Ringhals Lastbilurin, sum spreingievnið varð funnið í, hevur staðið á økinum við Ringhals leingi, men tað var, tá bilurin skuldi inn á stongda økið við reaktorarnar, at ein løgregluhundur fann spreingievnið. Sambært einum talsmanni á verkinum, var spreingievnið á stødd við ein neva, men tað var ikki nóg mikið til at gera stórvegis skaða, um tað brast. Løgreglan hevur avhoyrt kvinnuliga lastbilføraran, men líkt er ikki til, at hon kennir nakað til spreingievnið, sigur løgreglan. Spreingievnið skal kannast, fyri at fáa greiðu á, hvaðani tað stavar. Ringhals kjarnorkuverkið er tað størsta í Svøríki, og liggur 60 kilometrar sunnan fyri Gøteborg. Nýggj kunngerð gevur føroyskum myndugleikum heimild at skriva út reinførisváttan til føroysk skip. Hetta er váttan, sum sigur frá, at eingi gnagdýr ella skordýr, ið kunnu spjaða sjúku, eru umborð. Nýggja reinførisváttanin kemur í staðin fyri gomla rottusertifikatið. Í fjør samtykti løgtingið eina nýggja epidemilóg. Høvuðsbroytingarnar í nýggju epidmilógini vóru tvær Í fyrra lagi at víðka um heimildirnar hjá Epideminevndini at seta fyribyrgjandi tiltøk í verk í sambandi við útbreiðslu av smittandi sjúkum. Epideminevndin kann eisini seta tiltøk í verk, tá tað viðvíkur sjúkum, sum smitta frá vatni, luft, føði og dýrujm til fólk og ikki einans, tá talan er um smittandi sjúkur millum fólk. Og í øðrum lagi at geva tollvaldinum heimild at skriva út reinførisváttanir, sum koma í staðin fyri gomlu rottusertiikatini, ið áður vórður skrivað út til skip. Fór úr gildi í 2009 Gamla rottusertifikatið gekk út miðskeiðis í 2009, tá danir broyttu sína epidem lóg, og síðan hevur verið bíðað eftir, at lógin eisini skuldi setast í gildi í Føroyum. Tað hevur givið skiparum á føroyskum skipum nakað av høvuðbrýggi at siglt uttan rottusertifikat ella nýggju reinførisváttanina. Føroysk skip hava hetta tíðarskeiðið kunnað væntað at verið afturhildin og ikki sloppið at loysa aftur, fyrr enn skipið varð kannað og eitt nýtt sertifikat var umborð. Við kunngerðini er tann trupulleikin burtur. Tað er tollvaldið, sum fyri Epediminevndina, útskrivar nýggju hygieinu váttanirnar til skip. Býráðið í Klaksvík samtykti í gjárkvøldið, at nýggjur skúli skal byggjast fyri tann gamla og slitna skúlan á Ziskatrøð. AElig tlanin er, at forprojektið til nýggja skúlan kann verða gjørt næsta ár, og at arbeiðið kann byrja í 2014, tá peningur verður játtaður til byggingina. Spurningurin, um tað í framtíðini skulu verða ein ella tveir skúlar í Klaksvík, hevur verið nógv umrøddur. Men fyrst í hesum árinum gjørdi býráðið eina samtykt um, at tveir skúlar við tveimum sporum skulu vera í Klaksvík. Gunvá við Keldu, borgarstjóri, sigur, at kortini er ætlanin, at nýggi Ósáskúlin, sum var endaliga liðugur í fjør, og ein nýggjur skúli á Ziskatrøð, skulu samstarva á økjum, har tað ber til at samstarva. Tveir ymiskir prísir hava verið nevndir fyri nýggja skúlan á Ziskatrøð. Tað veldst um, hvussu nógv samstarv verður millum skúlarnar báðar. Tann bíligara útgávan kostar 68 milliónir, og tann dýrara kostar 105 milliónir krónur. Teir 39 ísfiskatrolararnir, sum sleppa at fiska makrel í ár, kunnu fiska 850 tons hvør. Ísfiskatrolararnir hava felagskvotu við hámarki. Kvotan hjá teimum er 30.000 tons. Men hvør trolari hevur fingið sítt egna hámark, sum er 850 tons, tí 10 prosent eru løgd afturat hjá hvørjum skipi. Teir sleppa tó ikki at fiska meira enn felagskvotuna, 30.000 tons. Fiskiskapurin steðgar í teirri løtu, felagskvotan er fiskað. Hevur onkur tá fiskað 850 tons er tað í lagi, tí tá hevur onkur annar fiskað minni enn sítt hámark. 224 umsóknir Fiskimálaráðið fekk 224 umsóknir um at fiska makrel í ár. Loyvini verður nú skrivað og send reiðaríunum. Harafturat hava 11 móttøkuskip søkt um loyvi, men tær umsóknirnar hevur Fiskimálaráðið ikki avgreitt enn. Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum. Nú er greitt, at konservativi flokkurin Nýtt Demokrati, sosialistaflokkurin Pasok og vinstrahalli flokkurin Demokratiskt Vinstra skipa nýggja stjórn í Grikkalandi. Leiðarin í Nýggjum Demokratii, Antonis Samaras, var seinnapartin hjá forsetanum, Karolos Papoulias, og greididi frá, hann fer at skipa stjórn. Nýtt Demokrati vann tjóðartingsvalið í Grikkalandi um vikuskiftið. Enn eru samráðingar um smálutir í samgonguskjalinum, og ráðharralistin er heldur ikki liðugur. 179 tingsessir Teir tríggir flokkarnir hava 179 av teimum tilsamans 300 sessunum í tjóðartinginum. Á valinum sunnudagin fekk Nýtt Demokrati 129 sessir, Pasok 33, og Demokratiskt Vinstra fekk 17 tingsessir. Avbjóðingin hjá nýggju stjórnini verður at fáa landið burtur búskaparligu kreppuni. Treytirnar, sum ES og altjóða gjaldoyragrunnurin, IMF, hava sett fyri at veita lán, eru harðar. Nýtt Demokrati og Pasok hava áður góðtikið treytirnar, men í valstríðnum upp undir tjoðartingsvalið hava allir tríggjar flokkar, sum nú skipa stjórn, sagt, at teir fara at samráðast við ES og IMF um at linka treytirnar. Maðurin, sum fyrr í dag tók fýra fólk gíslar í einum banka í Toulouse í Suðurfraklandi, hevur latið ein gísla leysan. Afturfyri hevur maðurin, sum eftir øllum at døma er sálarsjúkur, fingið vatn og mat inn í bankan, og hann hevur framvegis tríggjar gíslar, skriva franskir fjølmiðlar. Tað hevur ljóðað, at gíslarænarin segði seg vera lim í al Qaeda, og hóast hetta hvørki verður váttað ella savnnað, bendir nógv á, at talan er um eitt miseydnað bankarán. Gíslarnir eru stjórin í bankanum og trý starvsfólk. Servand løgreglulið hava kringsett bankan og samráðast við gíslarænaran. Næmingar á einum studentaskúla og einum skúla nærindis eru fluttir burtur. Ránið hevur vakt ans, tí tað var eisini í Toulouse, at ein hernaðarligur islamistur fyri trimum mánaðum síðani drap sjey fólk, áðrenn hann sjálvur varð skotin. Íslendska Altingið samtykti í nátt nýtt tilfeingisgjald, sum fiskiflotin skal gjalda næsta fiskiár. Uppskotið hjá stjórnini fekk 27 atkvøður og 16 atkvøddu nei. 20 tingfólk atkvøddu ikki, trý samgongufólk atkvøddu blankt, og 17 tingfólk vóru ikki í tingsalinum. Jón Bjarnason, fyrrverandi fiskimálaráðharri, sum er í øðrum stjórnarflokkinum, teimum vinstru grønu, atkvøddi blankt eins og tvey onnur tingfólk floksins. Lógin skal geva ríkiskassanum millum 600 og 650 milliónir krónur í tilfeingisgjaldi næsta fiskiár, sum byrjar 1.september. Tað er tríggjar ferðir so nógv sum í verandi fiskiári. Tilfeingisgjaldið er 1,53 krónur fyri kilo av botnfiski og 1,69 krónur fyri uppsjóvarfisk, umroknað til toskavirði. Hitt gjaldið, sum kann vera upp í 70 prosent av mettum vinningi hjá fiskivinnuni, bæði á sjógvi og á landi, kemur ikki í gildi fyrr enn í fyrsta lagi næsta summar. Vilja hava nýggja stjórn Vinnan vónar nú, at altingsvalið í vár fer at hava við sær eina nýggja ríkisstjórn. Eina stjórn, sum skilur støðuna hjá fiskivinnuni, sum Friðrík Jón Arngrímsson, stjóri í íslendska reiðarafelagnum, segði við Útvarpið í gjár. Hóast stórmálið um, hvussu íslendska fiskivinnan skal skipast í framtíðini, ikki er avgreitt enn, er altingið nú farið í summarfrí. Næsti tingfundur verður 11.september. Altingshúsið verður nú riggað til hátíðarhaldið 1. august, tá forsetin, sum verður valdur á forsetavalinum 30.juni, verður tikin í eið. Landsstýrismálanevndin avgjørdi í gjár at viðgera kæruna frá Høgna Hoydal um makrelbýtið. Nevndin hevur sent kæruna til hoyringar hjá løgmanni og landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, og fer síðani at viðgera málið aftur eftir ólavsøku, sigur Sirið Stenberg, forkvinna í nevndini. Høgni Hoydal hevur kært løgmann og landsstýrismannin fyri heimildarloysi og ólógligar avgerðir í fyrisitingini av makrelfiskiskapinum í 2012. Hin kæran frá Høgna Hoydal, sum landsstýrismálanevndin hevur, verður avgreidd í næstu viku, tá nevndin fer at gera niðurstøðu. Høgni Hoydal kærdi løgmann og landsstýrismannin í fíggjarmálum fyri at bróta stýrisskipanarlógina, tí Uttanlandsnevndin ikki varð kunnað, áðrenn samráðingar vóru við donsku stjórnina um at hækka blokkstuðulin, og avgerð varð tikin um at steingja sendistovuna í London og flyta virksemið til Brússel. Seinastu árini hevur hann verið blaðstjóri á Trúboðanum. Frants hevur ymiskar leiðsluroyndir og útbúgvingar innan leiðslu. Eitt nú hevur hann eitt tíðarskeið verið virkandi aðalskrivari í Heimamissiónini, og síðani 2007 hevur hann staðið á odda fyri øllum miðlaøkinum hjá Heimamissiónini. Frants er virkin á mongum økjum, eitt nú hevur hann verið formaður í Ísraelsmissiónini seinastu 10 árini. Hann byrjar í starvinum hálvan august, og tekur við eftir Hjalmar Hansen, sum fer í starv sum deildarstjóri á Handilsskúlanum á Kambsdali. Hóast verri enn so allir fiskidagar verða brúktir, er veiðutrýstið á toskin ov stórt. Tað sigur Havstovan í sínum tilmæli um fiskidagarnar fiskiárið 2012 2013. Einki ár eru allir fiskidagarnir hjá teimum, sum fiska tosk, brúktir. Fiskiárið 2008 2009 varð bara annar hvør fiskidagur brúktur, og árini 2009 2010 og 2010 2011 leyp triði hvør dagur av. Avlop verður eisini í hesum fiskiárinum. Kortini er trýstið á toskin ov stórt. Trýstið ikki stillað Havstovan sigur, at fiskidagaskipanin hevur ikki enn megnað sína høvuðsuppgávu, sum er at stilla veiðutrýstið rætt. Frá fyrsta degi vóru alt ov nógvir dagar í skipanini, fiskiførini eru vorðin effektivari og náttúran er ímóti. Havstovan sigur, at veiðuevnini, effektiviteturin hjá línu og troli, eru møguliga økt so nógv, at tey mótarbeiða niðurskurðinum í fiskidøgum. Havstovan sigur, at sama tonsatal kann fáast við nógv minni roynd enn teirri, sum er í dag. Gongur rætta vegin Niðurskurðirnir í fiskidøgum, sum løgtingið hevur samtykt, serliga hesi seinastu tvey árini, eru stig rætta vegin móti burðardyggari umsiting av fiskastovnunum. Tíverri hava náttúruviðurskiftini verið í móti okkum. Tilgongdin av toski og hýsu hevur verið vánalig í nógv ár á rað. Stovnarnir eru minkaðir nógv, hóast veiðan í tonsum hevur verið lítil. Tí er neyðugt at taka tung tøk fyri at fáa toskastovnin og hýsustovnin at koma fyri seg aftur, sigur Havstovan, sum mælir til at skerja fiskidagarnar 20 prosent næsta ár. Fíggjarmálaráðið fer ikki at gera mun á starvsfólki hjá statinum og øðrum fólki í Føroyum í nýggju pensjónslóggávuni. Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, sum nú hevur svarað brævinum, hann fekk frá danska starvsbróðuri sínum fyri hálvum øðrum mánað síðani. Føroyska pensjónslóggávan órógvar danska fíggjarmálaráðharran, Bjarne Corydon, tí staturin hevur bindingar um eftirlønina í sáttmálum við fekfeløg um síni starvsfólk í Føroyum.Tí vil danska stjórnin hava, at tey okkurt um 75 fólkini, sum arbeiða fyri danska statin í Føroyum, verða undantikin broytingunum í pensjónslógunum í Føroyum.Eisini broytingini, sum kom á nýggjárinum, um at skatta inngjaldið av eftirlønini. Øll í føroysk eftirlønarfeløg Í brævinum til Jørgen Niclasen vísti Bjarne Corydon á, at staturin er bundin av sáttmálum við fakfeløg. Sambært hesum sáttmálum velja fakfeløgini sjálvi, hvat eftirlønarfelag skal fáa pengarnar frá limum felagsins. Í uppskotinum um føroyska eftirlønarlóg, sum er á veg, er ætlanin, at øll eftirløn hjá fólki, sum arbeiðir í Føroyum, skal vera í føroyskum eftirlønarfeløgum. Jørgen Niclasen svarar Bjarne Corydon, at ikki ber til at gera mun á teimum, sum arbeiða fyri statin í Føroyum, og øðrum í Føroyum við at geva teimum statssettu undantak. Ger seg ikki inn á sáttmálar Jørgen Niclasen góðtekur heldur ikki sjónarmiðið hjá Bjarne Corydon um, at skattaða inngjaldið ger seg inn á sáttmálarnar hjá statinum við fakfeløgini. Tað sama kann sigast um allar aðrar sáttmálar í Føroyum. Bindingar í sáttmálum við fakfeløg eru tí eingin grundgeving fyri at geva teimum, sum arbeiða hjá statinum, sersømdir, stendur í svarinum frá Fíggjarmálaráðnum, sum Útvarpið hevur fingið innlit í. SEV hevur latið Vinnumálaráðnum umsókn um vindmyllulund í Húsahaga í Havn. SEV hevur søkt um loyvi at seta 13 vindmyllur upp. Tær eru av slagnum Enecron 900. Mett verður, at við løðiskipanini kann vindmyllulundin framleiða 46 Gigawatt tímar um árið. Tað fer at spara SEV 10.000 tons av olju, sum í dagsprísi kosta 40 milliónir krónur Vindmyllulundin verður mett at kosta 140 milliónir krónur. Saman við vindorkuætlanini í Neshaga, sum verður framd í løtuni, og útbyggingini av Eiðisverkinum, verður samlaða elframleiðslan úr varandi orkukeldum 67 prosent, sigur SEV. Gongst sum ætlað, kann vindmyllulundin takast í nýtslu longu næsta summar. Havstovan mælir til at skerja fiskidagatalið hjá skipabólkum, ið serliga fiska tosk og hýsu, 20 prosent næsta fiskiár. Tað eru bólkur 3, 4 og 5. Mælt verður til, at fiskadagatalið hjá bólki 2, ið fiskar upsa, verður óbroytt, men eingin vinnuligur fiskiskapur eigur at verða loyvdur á Føroyabanka, grynri enn 200 m. Havstovan hevur latið landsstýrismanninum í fiskivinnumálum sítt tilmæli í sambandi við fiskiárið, sum byrjar 1. september. Havstovan mælir til, at gýtingarfriðingarnar fyri tosk á landgrunninum og upsa undir Føroyum galda fyri allar veiðihættir. Til tess at verja yngstu árgangir av serliga toski, eiga smáfiskaleiðirnar framvegis at verða friðaðar. ICES tilmælið grundarlagið Ráðgevingin hjá Havstovuni tekur støði í stovnsmetingunum av botnfiski hjá ICES, sum vórðu kunngjørdar herfyri. ICES mælir til, at veiðutrýstið á tosk minkar 63 prosent, og at eingin toskafiskiskapur verða á Føroyabanka. ICES mælir eisini frá hýsufiskiskapi, og veiðutrýstið eftir upsa eigur at minka 44 prosent. Ein tann mest seldi giktaheilivágurin í Danmark, Diclofenac, er so mikið vandamikil, at hann átti at verið tikin av hillunum. Heilivágurin elvir til hjartatrupulleikar og fólk doyggja av honum. Tað sigur Gunnar Gislason, yvirlækni og seniorgranskari á sjúkrahúsinum í Gentofte. Saman við øðrum hevur hann granskað í hesum giktaheilivágnum í fleiri ár og hevur almannakunngjørt sínar niðurstøður í altjóða viðurkendum tíðarritum. Evnið Diclofenac verður selt undir fleiri nøvnum, millum annað Diclodan, Diclon og Voltaren. Hjartatrupulleikar og deyði Vit hava funnið fram til, at Diclofenac hevur við sær ein nógv øktan vanda fyri hjartatrupulleikum og deyða, sigur Gunnar Gislaon við danska kringvarpið. Hann sigur, at vandi er bæði hjá hjartasjúklingum og hjá frískum fólkum. Eg skilji ikki líkasæluna hjá myndugleikunum at teir ikki taka kanningarnar, sum eru á økinum, og taka eina avgerð eftir teimum, sigur granskarin. DR hevur eisini tosað við aðrar serfrøðingar, sum siga, at júst hesin giktaheilivágurin er vandamikil. Granskararnir siga, at Diclofenac minnir um heilivágin Vioxx, sum varð tikin av marknaðinum í 2004, eftir at amerikonsku heilsumyndugleikarnir ákærdu heilivágin fyri at hava kravt upp í 27.000 mannalív. Í okkara kanningum funnu vit fram til, at Diclofenac hevur næstan sama vandaprofil sum Vioxx, sigur Gunnar Gislason við Deadline hjá DR. Umleið 150.000 danir taka heilivág, har Diclofenac er í. Eisini í Føroyum Eisini í Føroyum brúka vit hendan heilivágin. Her hava 1070 fólk fingið heilivágin higartil í ár, upplýsir Apoteksverkið. Tey flestu taka hann tó bara eitt tíðarskeið, og ikki hvønn dag. Dia Midjord er 45 ára gamal. Hann hevur journalistútbúgving og masterútbúgving í ítróttarleiðslu. Hann hevur starvast sum journalistur í Kringvarpinum í 11 ár, og hevur verið limur í kringvarpsstýrinum í fýra ár. Eitt tíðarskeið var hann redaksjónsleiðari á tíðindadeildini í Kringvarpinum. Dia Midjord tekur við starvinum sum kringvarpsstjóri 1. august, tá Annika Mittún Jacobsen fer í annað starv. Umframt fyrisitingarligu uppgávurnar og dagligu programmábyrgdina, fer nýggi stjórin at arbeiða miðvíst við at savna starvsfólkið og at fáa sum mest burtur úr tilfeinginum, sum Kringvarpið hevur at ráða yvir, boðar kringvarpsstýrið frá í tíðindaskrivi. Fyrrverandi nevndarformaðurin í Amagerbankanum, sum BankNordik yvirtók, kann noyðast at gjalda dýrt fyri húsagangin í bankanum. Børsen skrivar, at staturin nú fer at krevja endurgjald frá fyrrverandi nevndarformanninum, N.E.Nielsen, og advokatfyritøkuni Bech Bruun, sum N.E.Nielsen átti í til 2011. Vakstrar og vinnumálaráðið gjørdi í vár eina kanning av húsaganginum í Amagerbankanum, og síðani hevur verið arbeitt við at finna fram til, hvørjum staturin skuldi fara eftir, tá tað snýr seg um endurgjald. Fara eftir gomlu bankaleiðsluni Formaðurin í Fíggjarligum Støðufesti, Henning Kruse, sigur, at tey nú fara beinleiðis eftir fyrrverandi limunum í bankaleiðsluni, har pengar eru. Hildið verður, at fyrrverandi nevndarformaðurin hevur eina ábyrgdartrygging gjøgnum advokatfyritøkuna Bech Bruun, og tað merkir, at staturin kann fáa nakað burturúr at fara eftir nevndarformanninum. Tað kann hugsast, at endurgjaldskrav verður reist móti teimum fyritøkum, sum hava granskoðað Amagerbankan. Í kanningini av húsaganginum hjá Amagerbankanum vóru fleiri atfinningar at granskoðanini. Endurgjaldskravið í Amagerbankanum verður væntandi um 400 milliónir krónur. Uppgávan at føra rættarmálið varð boðin út í síðstu viku. Tilfeingisgjaldið í Íslandi hækkar ikki so nógv, sum ríkisstjórnin ætlaði. Semja bleiv í altinginum í gjárkvøldið um at avgreiða tilfeingisgjaldið í dag, so tingið kann fara í summarfrí. Gjaldið skuldi upprunaliga geva ríkiskassanum góðar 900 milliónir krónur. Nú verður tað í mesta lagi 650 milliónir, og tað er bara galdandi eitt fiskiár. Hetta árið skal ein arbeiðsbólkur endurskoða gjaldið. Men 650 milliónir eru tó nógv meira, enn vinnan rindar í dag. Galdandi tilfeingisgjald gevur ríkiskassanum góðar 200 milliónir krónur um árið. Uppskotið um, hvussu íslendski fiskiskapurin skal skipast, er útsett til næstu tingsetu. Allir flokkar í altinginum eru við í arbeiðinum at orða nýggja fiskivinnupolitikkin. Løgtingið ger av, um nakað skal henda, nú tað hevur fingið kanningina um Miðnámsskúlan í Hovi. Formansskapurin ger sum so einki við kanningina, sigur løgtingsformaðurin, Jógvan á Lakjuni. 14 tinglimir, tveir fimtingar av tingmanningini, heittu 11.november í 2010 á løgtingsformannin um at seta kanningarstjóra. Tað gjørdi løgtingsformaðurin, sum tá var Hergeir Nielsen, ein mánað seinni. Kanningarstjórin skuldi kanna embætisførsluna hjá løgmonnum og landsstýrisfólkum í sambandi við flytingina, byggingina og umvælingina av skúladeplinum á Heiðum í Hovi og tilknýtið til ætlanina um ellis og røktarheim og psykiatriskan depil í Vági. Ikki greið prógv Majken Johansen, advokatur, var kanningarstjóri. Hennara kanning varð latin løgtinginum fyri einari viku síðani. Kanningarstjórin sigur, at ábendingar eru um, at alt ikki er farið fram, sum tað átti. Men prógvini eru ikki greið. Millum annað er eingin fundarfrágreiðing skrivað um ein fund í Danmark millum Landsverk, byggifelagið MT Højgaard, sum var tað einasta, sum bjóðaði upp á arbeiðið í Hovi, og Árna Winther arkitektar. Jógvan á Lakjuni, sum tá var landsstýrismaður í mentamálum, var við í telefonini. Mentamálaráðið hevur einki telefonupprit frá fundinum heldur. Tað var eftir hendan fundin, at prísurin hækkaði úr 60 upp í 74 milliónir krónur. Einki revsivert Sambært kanningini hevur eingin í landsstýrinum gjørt nakað revsivert í málinum um byggigøluna í Hovi. Ein gerðarrættur viðger eina ósemju millum MT Højgaard og Landsverk um nógvar milliónir krónur. Eingin av teimum, sum eru nevnd í kanningini, vilja siga nakað um tað, sum í henni stendur. Kanningin um Miðnámsskúlan í Hovi kostar løgtinginum 1,2 milliónir krónur. Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum. Ein meiningakanning í Danmark vísir, at Vinstri nú er størri enn allir tríggir samgonguflokkarnir tilsamans. Sambært kanningini, sum Voxmeter hevur gjørt fyri Ritzau, høvdu bert 17 prosent av veljarunum atkvøtt fyri danska Javnaðarflokkinum. Undirtøkan hjá Javnaðarflokkinum er 0,2 prosentstig størri enn í farnu viku, men tá Radikali flokkurin missir næstan eitt prosent, og Sosialistiski fólkaflokkurin bert hevði fingið seks prosent av atkvøðunum, er samlaða afturgongdin hjá samgonguflokkunum stór. Vinstri hevði fingið 35,4 prosent av atkvøðunum, var val nú. Tað hevði givið flokkinum 62 fólkatingssessir, meðan samgonguflokkarnir bert høvdu fingið 56 umboð í fólkatingið. Eindarlistin, sum stuðlar samgonguna, hevði fingið 17 tingsessir, var val nú, og tað er um eina lítil framgongd samanborið við valið í heyst. Sambært meiningakanningini høvdu gomlu samgonguflokkarnir og stuðulsflokkarnir fingið 102 av teimum 179 umboðunum í fólkatinginum. 1.000 fólk vórðu spurd í kanningini. Meginparturin av teimum trimum milliónum krónunum, sum eru settar av á fíggjarlógini til hvalbiartunnilin í ár, verður nýttur til at nútímansgera tunnilin. Tað sigur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, við Sosialin. Hann sigur, at tað er lítið høpi í at projektera ein nýggjan tunnil nú, tí hann verður ikki gjørdur enn kortini. Tískil havi eg gjørt av, at peningurin í staðin skal nýtast til at bøta um umstøðurnar í tunlinum, sigur Kári P. Højgaard. Avgerðin er tikin í samráð við Landsverk og borgarstjóran í Hvalba. Jarðfrøðiligar kanningar Ein partur av játtanini verður nýttur til jarðfrøðiligar kanningar í sambandi við nýggja tunnilin. Men meginparturin fer til at gera størri víkipláss í tunlinum og at tetta hann betur. Harumframt skulu rýmingarljós, telefonir og eldsløkkjarar setast upp. Eisini verður útgerð sett upp, so bæði útvarp og fartelefon hoyrast í tunlinum. Kári P. Højgaard sigur við Sosialin, at farið verður undir arbeiðið í næstum, og tað skal verða liðugt í hesum árinum. AElig tlanin um nýggjan tunnil er ikki slept, tí hann er langtíðarløguætlanini. Tað, sum nú verður gjørt, er bara ein roynd at bøta um umstøðurnar, til nýggi tunnilin er komin, sigur Kári P. Højgaard. Formaðurin í grikska flokkinum, Nýtt Demokrati, Antonis Samaras, sum vann valið í gjár, er longu farin undir at skipa stjórn. Flokkurin fekk 129 av teimum 300 sessunum í tjóðartinginum. Samaras sigur, at hann má bera skjótt at, tí Grikkaland kann ikki bíða við at taka avgerð um framtíðina. Nýtt Demokrati tekur undir við krøvunum, sum ES og Altjóða Valutagrunnurin hava sett, fyri at veita Grikkalandi hjálp. Eydnast ikki Samaras at skipa stjórn, so tekur næst størsti flokkurin, Syriza, um endan. Syriza tekur ikki undir við bjargingarætlanini hjá ES og IMF. Samgongu við Pasok Sosialistaflokkurin Pasok fekk 33 umboð í tjóðartingið, og tá Pasok eisini tekur undir við krøvunum, sum eru sett Grikkalandi, fer Samaras at royna at fáa eina samgongu í lag við sosialistarnar. Kring Evropa fegnast leiðararnir um úrslitið av valinum, tí tað kann fáa Grikkaland burtur úr kreppuni, sum landið er í. Næstan 40 prosent av veljarunum, eldri enni 55 ár, valdu Nýtt Demokrati, meðan tey flestu undir 55 ár atkvøddu fyri vinstrahalla flokkinum Syriza, sum fekk 27 prosent av atkvøðunum, og sum ikki tekur undir við bjargingarætlanini. Arbeiðarafeløgini í Grønlandi fegnast um avtaluna sum Grønland og ES hava gjørt um ráevnini í grønlendsku undirgrundini. Og formaðurin í SIK, Jess G. Berthelsen, sigur seg vóna, at íløgur verða gjørdar í Grønlandi, sum kunnu tryggja grønlendsk arbeiðspláss. Tað er eitt stórt framstig, at ES hevur bundið seg til at nýta teir sáttmálar, sum eru galdandi í Grønlandi, sigur Jess G. Berthelsen. Í eini fráboðan, eftir at samstarvsavtalan varð undirskrivað, stendur, at ráevnini í grønlendsku undirgrundini hava stóran týdning fyri ES. Sambært avtaluni skal ES rinda Grønlandi 218 millónir evrur, ella umleið 1,6 milliardir krónur í okkara peningi, tey næstu seks árini. Kappast við Kina Við avtaluni fer ES at leggja seg út í kappingina um ymsu ráevnini, sum bert Kina hevur víst áhuga fyri. Eisini formaðurin í Grønlendska Arbeiðsgevarafelagnum, Brian Buus Pedersen, fegnast um, at ES nú av álvara vísir ráevnunum í grønlendsku undirgrundini áhuga. Samstarvsavtalan varð undirskrivað av Kuupik Kleist, landsstýrisformanni, og ES nevndarliminum, Antonio Tajani. AElig tlanin er at ein verulig avtala skal undirskrivast seinni í ár, sigur Kuupik Kleist við grønlendska kringvarpið. At fleiri sjúklingar verða viðgjørdir ambulant, og økispsykiatriin er ment, fara sparitiltøk á Landssjúkrahúsinum í summar ikki at merkjast so væl sum undanfarin ár. Naina Túgvustein, varastjóri á Landssjúkrahúsinum, sigur við Dimmalætting, at tað slepst ikki undan at steingja onkra deild á medisinska deplinum í summar, men tíðarskeiðið, deildin verður stongd, verður styttri enn vanligt. Játtanin til deildina er óbroytt, men av tí at fleiri fáa ambulanta viðgerð, minkar tørvurin á seingjarplássum. Á skurðdeildini verður eisini minni virksemi í summar, men har ber betur til at leggja til rættis, nær skurðviðgerðir skulu vera. Okkurt summar hava deildir á psykiatrisku deild verið stongdar, og fólk eru send til hús. Men hetta er farin tíð, sigur Naina Túgvustein. Vit hava bygt økispsykiatriina út, millum annað í Norðoyggjum, so fólk fáa hjálp í egnum heimi. Deildin, sum varð stongd seinast, eru umskipað til dag og kvøld deild, har fólk altíð kunnu koma. Skipanin er sett í verk, og summarið fer ikki at ávirka virksemið á deildini, sigur Naina Túgvustein, varastjóri á Landssjúkrahúsinum við Dimmalætting. Norska stjórnin hevur fingið tveir nýggjar ráðharrar í dag. Annar av smærru flokkunum í Stoltenberg stjórnini, Sentrumsflokkurin, hevur avgjørt at skifta tveir av ráðharrar. Marit Arnstad verður nýggjur ráðharri í samferðsluráðnum fyri Magnhild Meltveit Kleppa, sum hevur boðað frá, at hon ætlar sær burtur úr politikki. Marit Arnstad hevur fyrr verið ráðharri. Hon var olju og ídnaðarráðharri í fyrstu stjórnini hjá Kjell Magne Bondevik. Nýggjur landbúnaðarráðharri er Trygve Slagsvold Vedum, sum kemur fyri Lars Peder Brekk. Trygve Slagsvold Vedum er ein av nýggju væl dámdu stórtingslimunum hjá Sentrumsflokkinum, og verður mettur at vera ein persónur, ið kann endurskapa álit á flokkin fyri stórtingsvalið í 2013. Herurin kunngjørdi í nátt eina fyriskipan um, at hann hevur valdið á landsins fíggjarlóg, og nýggi forsetin fær ikki valdið á herinum. Hernaðarráðið hevur eisini gjørt av, at tjóðartingið skal ikki veljast av nýggjum, fyrr enn nýggj grundlóg er gjørd. Valevnið hjá muslimska brøðralagnum, Mohammed Mursi, hevur kunngjørt, at hann vann forsetavalið um vikuskiftið við 52,5 prosentum av atkvøðunum. Almenna valúrslitið verður ikki kunngjørt fyrr enn mikudagin ella hósdagin. At forsetin ikki longur hevur valdið á herinum merkir, at tað er formaðurin í hernaðarráðnum, Hussein Tantawi, sum hevur veruliga valdið í landinum. Tantawi var verjumálaráðharri í stjórinini frákoyrda forsetanum, Hosni Mubarak, skriva tíðindastovurnar. Maðurin, sum er skuldsettur fyri at hava beint fyri Dánjali Peturi Hansen, hevur enn eina ferð fingið fýra vikur afturat í varðhaldinum í Mjørkadali. Varðhaldsfongslingin er longd til 11. juli. Og fútin fer at biðja um at fáa hana longda tvær ferðir afturat, tí nevningatingið, sum skal viðgera revsimálið, verður ikki fyrr enn í september. Mentalkanningin av 32 ára gamla manninum er ikki liðug enn. Tað hevur framvegis ikki eydnast altinginum at avgreiða lógaruppskotið um tilfeingisgjøld, men tingfundur verður aftur í dag. Íslendska stjórnin er komin við uppskotum um stórar broytingar í fiskivinnuni. Men semja er ikki í stjórnini um uppskotini. Sambært einum uppskoti hækkar tilfeingisgjaldið munandi hjá teimum, sum fiska mest. Altingið skuldi annars verið farið í summarfrí. Ásta Ragnheiður Jóhannesdóttir, altingsforkvinna, sigur við Morgunblaðið, at rættast er at enda tingsetuna nú og helst í dag. Men forsætisráðharrin kann biðja um, at tingið kemur saman aftur í juli at avgreiða uppskotini hjá stjórnini. Tað dámar altingsforkvinnuni lítið, tí sambært lóg hava altingsfólk summarfrí frá 1.juli til 10.august. Umvæla altingshúsið Harafturat skal forsetin, sum verður valdur 30.juni, takast í eið í altingshúsinum 1.august. Í tí sambandi er neyðugt at gera ymiskt í húsinum. Og tá ber ikki til at halda tingfundir. Í røðuni, sum hon helt í gjár, 17.juni, tjóðardag íslendinga, segði Jóhanna Sigurðardóttir, forsætisráðharri, at tilfeingisgjaldið er týdningarmesta málið hjá ríkisstjórnini, og tað skal avgreiðast. Fleiri ung koma í viðgerð, og fleiri verða viðgjørd fyri rúsevnamisnýtslu. Og blandingsmisbrúk vindur upp á seg. Tað eru fólk, sum bæði brúka alkohol og rúsevni. Tað er støðan á Blákrossheiminum, sum hevur kunngjørt ársfrágreiðing fyri 2011. Nógv fleiri verða nú viðgjørd fyri blandingsmisbrúk. Hetta er ein óheppin gongd, sum eigur at verða tikin í álvara, sigur leiðslan á Blákrossheiminum. Næstan helvtin av teimum, sum eru í viðgerð á heiminum, eru blandingsmisnýtarar. Øll drekka Í Føroyum drekka at kalla øll, sum brúka rúsevni, eisini. Helst, tí tað er ikki so lætt altíð at fáa fatur í rúsevnum. Fleiri og fleiri ung, fólk millum 18 og 30 ár, leita sær hjálp á Blákrossheiminum. Tey vóru 23 í fjør. Fyri bara fimm árum síðani vóru tey fýra. Tey ungu brúka sterk rúsevni saman við alkoholi. Blákrossheimið vil hava eitt serstakt viðgerðartilboð til ung og hevur gjørt Almannamálaráðnum og Heilsumálaráðnum varug við hetta, stendur í ársfrágreiðingini. Á middegi í dag er freistin úti at søkja um loyvi at fiska makrel í ár. Og tá er klárt at skriva loyvini til teirra, sum sleppa at fiska, upplýsir Fiskimálaráðið. Kvotan er 148.375 tons, og hon er býtt millum skipabólkarnar. Nótaskipini fáa sínar egnu kvotur. Hini hava felagskvotu, men tó við hámarki fyri hvørt skipið, so sleppast kann undan kappfisking. Fiskimálaráðið hevur eisini nógvar umsóknir frá skipum, sum vilja sleppa at keypa makrel frá teimum, sum fiska. Fiskimálaráðið hevur sett av nøkur túsund tons til vinnuligar makrelroyndir. Freistin at søkja um part av hesi kvotuni er til fríggjadagin. Úrslitið av valinum er at Nýtt Fólkaræði hevur vunnið frammanfyri vinstraflokkinum Syriza. Valið er sera javnt, og broytingar kunnu henda komandi tímarnar. Greitt er eisini at tað verður hvørgin av vinnandi flokkunum sum kann stjórna landinum uttan hjálp frá øðrum flokkum. Úrslitið kann gerast at grikkar aftur noyðast til valhølini um ikki so langa tíð. Grikkar, eins og restina av Evropa, halda ondini, nú fólkið skal gera av, hvørja kós griska samfelagið velir. Tjóðartingsvalið í landinum í dag er av eygleiðarum mett sum tað týdningarmesta í nýggjari tíð. Valið stendur millum borgarliga Nýtt Fólkaræði og vinstrasamgonguna Syriza. Ongar almennar veljarakanningar eru loyvdar síðstu tvær vikurnar fyri eitt tjóðartingsval, men óalmennu kanningarnar hava víst, at sera tætt er millum flokkarnar. Fyrstu, sonevndu exitpoll kanningarnar vísa eisini, at púra javnt er millum flokkarnar, ið báðir fáa millum 27 og 30 prosent av atkvøðunum. Í dag tosar griska fólkið. Í morgin byrjar eitt nýtt tíðarskeið fyri Grikkaland, segði Antonis Samaras, leiðari fyri Nýtt Fólkaræði, tá hann greiddi atkvøðu fyrr í dag. Vit hava vunnið á óttanum. Í dag lata vit upp eina vón um framtíðina, segði Alexis Tsipras, leiðari fyri Syriza, tá hann greiddi sína atkvøðu. Sambært eygleiðarum kann framtíðin hjá Grikkalandi vera rættuliga ymisk, alt eftir hvør teirra vinnur valið. Tsipras hevur lovað at skræða sundur avtalurnar við ES, evropeiska miðbankan og IMF og leggja trýst á tey sum landið skyldar pengar, fyri at fáa betri lánitreytir. Avleiðingin av hesum kann vera, at Grikkaland má veittra farvæl til ES samstarvið. Samaras sum hevur sitið við valdið í Grikkalandi síðstu mánaðirnar, ynskir eisini nýggjar samráðingar við altjóða samfelagið, men flokkurin er ikki er so avgjørdur og víðgongdur í sínum krøvum sum Syriza. Samaras hevur undan valinum ávarað sínar veljarar um, at tjóðartingsvalið er eitt val millum evruna og gomlu, grisku drakmarnar Hesir báðir flokkkar liggja langt frammanfyri Pasok flokkin, ið var stjórnarberandi undir samráðingunum við ES, evropeiska miðbankan og altjóða gjaldoyrisgrunnin IMF um kreppuloysnir fyri kollsiglda, griska búskapin. Kreppuloysnirnar geva Grikkalandi umleið 130 milliardir evrur, smáar 1000 milliardur krónur, í kreppuhjálp, fyrst og fremst frá hinum ES londunum. Afturfyri bindir Grikkaland seg til eina røð av átøkum fyri at fáa kollsiglda búskapin á føtur aftur. Í gjárkvøldi heitti týski samveldiskanslarin, Angela Merkel á griska fólkið um at velja við ábyrgd. Tað er av alstórum týdningi at valúrslitið gevur eitt greitt úrslit, soleiðis at ein komandi stjórn í Grikkalandi kann veita vissu fyri, at landið eisini heldur sínar avtalur og bindingar, segði Merkel. Hon er saman við øðrum av evropeisku leiðarunum áveg á G20 toppfund í Mexiko, har valúrslitið og avleiðingarnar fyri Grikkaland í evro samstarvinum sambært eygleiðarum fara at seta dagsskránna. Higartil er tjóðartingsvalið farið stillisliga fram. 9,8 milliónir grikkar hava valrætt. Hetta er aðruferð í seks vikur, at tjóðartingsval er í Grikkalandi. 300 sessir eru í griska tjóðartinginum. Griska valskipanin er soleiðis skipað, at størsti flokkur fær 50 sessir eyka í tjóðartingið. Tí er avgerandi fyri komandi stjórnarsamráðingar, hvørt tað verður konservativi Nýtt Fólkaræði ella vinstrasamgongan Syriza, ið fær flestar atkvøður á tjóðartingsvalinum ídag. ÍF B68 2 0 Dánjal á Lakjuni gjørdist sigursharrin, tá ið hann við tveimum málum tryggjaði ÍF sigurin ímóti B68 í dagsins dysti. Tað fyrra málið kom miðskeiðis í seinna hálvleiki, eftir at ÍF hevði lagt trýst á B68 verjuna í eina løtu. Spælið var annars býtt ímillum tey bæði liðini, men 10 minuttir fyri leiklok skoraði Dánjal á Lakjuni fyri aðru ferð og staðfesti sigurin fyri heimaliðið. HB FC Suðuroy 6 0 FC Suðuroy hevði ikki nógv at bjóða í Gundadali, har HB vann heili 6 0. Fyrstu løtuna av dystinum hevði FC Suðuroy nøkur skjótálop, sum tó ikki góvu úrslit. Tá ið so ferð kom á málskjótingina hjá HB, var dysturin avgjørdur. Símun Samuelsen gjørdi trý mál fyri HB, ímeðan Tróndur Jensen, Fróði Benjaminsen og Hendrik Rubeksen gjørdu hvør sítt. TB NSÍ 1 3 Spælið var fyri tað mesta javnt býtt ímillum liðini við Stórá, hóast NSÍ vann uppgerðina 3 1. Klæmint Olsen legði NSÍ á odda í 38. minutti, men Gilli Sørensen javnaði bert lítla løtu seinni. NSÍ fekk tó tvey skjót mál miðskeiðis í seinna hálvleiki, hóast TB hevði havt bóltin væl meir enn gestirnir. Fyrst legði Klæmint Olsen NSÍ á odda, og lítla løtu seinni økti Magnus Olsen til 3 1, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið. EB Streymur Víkingur 0 1 Talan var um oddabrak, tá ið EB Streymur tók ímóti Víkingi á Sundalagsstevnu leygarkvøldið. Einasta málið í dystinum kom longu eftir seks minuttir, tá ið Bárður Hansen legði gestirnar á odda. Tað var eisini Víkingur, sum stóð fyri tí mesta við Margáir, men fleiri mál komu ikki. Við sigrinum eltur Víkingur sundalagsmenn, sum nú eru tvey stig frammanfyri Víking. B36 KÍ 2 3 Hóast B36 kom á odda bæði 1 0 og 2 1, var tað KÍ sum fekk øll stigini við úr Gundadali leygardagin. Avgerandi málið kom ikki fyrrenn í tíðini, dómarin hevði lagt afturat, tá ið Kristoffur Jakobsen tryggjaði teimum bláu sigurin. Dánjal Rói Poulsen og Atli Danielsen skutu málini hjá B36, ímeðan Heðin á Lakjuni, Álvur Christiansen og Kristoffur Jakobsen skutu tey hjá KÍ, soleiðis at klaksvíkingar vunnu 3 2. Tað staðfestir Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, sum seinnapartin tekur ímóti kinverskari sendinevnd við umboðum frá stovninum, sum varar av inn og útflutningi av matvørum til Kina. Í kinverska ferðalagnum, sum fer at lurta, er vararáðharrin fyri stovnin AQSIQ, sum eittnú varar av innflutningi av matvørum til Kina. Ein marknaður, ið síðstu árini er blivin alt meira áhugaverdur fyri Bakkafrost. Sambært Regini Jacobsen, stjóra, passar føroyski laksurin sera væl til kinverska marknaðin Stjórin fyri Bakkafrost hevur ikki sett tøl á, hvussu nógv Bakkafrost ætlar at selja til Kina í framtíðini men kinverski marknaðurin er sera svangur, staðfestir hann. Sambært Regini Jacobsen er uppskriftin at sleppa inn á kinverska marknaðin rættuliga lík uppskriftini at sleppa inn á aðrar marknaðir Í morgin hevur kinverska sendinevndin fund við Vinnumálaráðið, síðani verður vitjað alifyritøkuna Luna, áðrenn nevndin fer av landinum aftur. Við í ferðalagnum er eisini umboð frá donsku sendistovuni í Beijing. Tað er tjóðartingsval í Frankaríki í dag. Í morgun lótu fronsku valhølini dyrnar upp til annað og avgerandi umfar, ið skal manna tjóðartingið. Allar veljarakanningar benda á, at sosialistiski flokkurin hjá Francois Hollande, forseta, og samsatarvsflokkar hansara fáa greiðan meirilutan, og tí einsamællir koma at stýra tjóðartinginum. Kanningarnar geva sosialistaflokkinum hjá Hollande millum 287 og 330 av teimum 577 sessunum í tjóðartinginum. Flokkurin Tey Grønu , ið stuðlar Hollande, fær væntandi 20 tingslimir. Døgurðabitin saman við kinverska forsetahjúnunum á Christiansborg, saman við drotning Margrethu, var væleydnaður, sambært løgmanni. Nú umhugsar hann at lata upp sendistovu í kinverska høvuðsstaðnum, Bejing. Vit kanna, um møguleiki er fyri at seta á stovn føroyskar sendistovur í Moskva og Bejing, nú hetta eru vaksandi marknaðir fyri føroyskar vørur, og útlit eru til, at Rusland og Kina kunnu koma at gerast týdningarmiklir marknaðir fyri okkum í framtíðini. Tað sigur Kaj Leo Johannessen, løgmaður við oljan.fo . Orðini fella, eftir at løgmaður hevur hitt týðandi umboð fyri kinesiskar myndugleikar og vinnulív, sum vitjaðu í Danmark um dagarnar. Løgmaður heldur eisini, vit eiga at umhugsa at senda eina sendinevnd við vinnulívsfólki til Kina at kanna møguleikarnar fyri at menna útflutningin av føroyskum vørum til Kina. Hann vísir á, at vit nøkur ár herfyri gjørdu eitt líknandi átak í India. Eygleiðararnir hjá ST í Sýrialandi, sum skuldu kanna viðurskiftini kring landið, og um vápnahvíldin frá 12. apríl verður hildin, eru fyribils givnir við sínum arbeiði. Norski herovastin, Robert Mood, sum stendur á odda fyri eygleiðarunum, sigur, at støðan í landinum er so hættislig, at eygleiðararnir ikki kenna seg tryggar longur. Samstundis tykjast stríðandi partarnir ikki at hava áhuga í at steðga við samanbrestunum. Stríðið er harnað seinastu dagarnar, og tað ger tað ómøguligt at kanna viðurskiftini í landinum, sigur Robert Mood. Stríðið ímillum partarnar herðist, og alsamt fleiri liggja eftirá hjá báðum pørtum. Og ósek sivilfólk, menn, kvinnur og børn, doyggja hvønn dag, sigur norski herovastin. ST hevur sent umleið 300 eygleiðarar til Sýria, og tey eru fyribils givin við sínum virksemi. Fleiri hundrað sivilfólk, hermenn og uppreistrarfólk hava latið lív, síðani friðarætlanin hjá Kofi Annan, fyrrverandi ST aðalskrivara, varð sett í gildi í Sýria. Eygleiðarar eru á einum máli um, at valið í Grikkalandi í dag er tað týdningarmesta síðani 1974, tá fólkaræðið aftur varð sett í gildi í landinum. Valið í dag fer allarhelst at standa millum konservativa flokkin nýtt demokrati og sosialistiska Syriza , sum tekur frástøðu frá kreppuloysnunum, sum undanfarna stjórnin samráddi seg fram til. Sosialistaflokkurin Pasok, ið var stjórnarberandi undir fyrst samráðingunum við ES um kreppuhjálp, fær væntandi enn ein lúsing. Flokkurin fór úr 160 niður í 41 tinglimir á valinum 6. mai, og liggur undan valinum í dag langt aftanfyri teir báðar fremstu flokkarnar. Á valinum 6. mai fekk konservativi nýtt demokrati 18,9 prosent av atkvøðunum, tvey prosent meira enn Syriza. Á seinasta vali fingu flokkar ytst báðumegin kommunistar og høgranationalistar eisini rímuliga stóra undirtøku. Les meir um valið í Grikkalandi Ímyndin av rotinskapinum í Grikkalandi Dyrnar eru latnar upp fyri lagnuvalinum Grikkar tøma bankarnar Støðan sera ótrygg í Grikkalandi Dagurin í dag kann gerast avgerandi fyri framtíðina hjá Grikkalandi. Funnist verður hvassliga at einum fyrrverandi ráðharra, sum verður hongdur út sum ímyndin av korrupsjón, tí hann nýtti 150.000 almennar krónur til gardinstengur. Talan er um 72 ára gamla sosialistin, Akis Tsohatzo Poulos. Hann keypti gardinstengurnar, samstundis sum vanliga fólkið í Grikkalandi hevði úr at gera, við at bjarga sær og sínum úr neyðini. Líkasælan hjá ráðharranum verður nýtt sum ræðumynd um grikska búskapin. 72 ára gamli Akis, sum millum annað hevur verið verjumálaráðharri, er fongslaður, skuldsettur fyri at hava tikið ímóti mutri, og fyri at hava sloppið sær undan at gjalda skatt. Skuldsetingarnar ímóti fyrrverandi ráðharranum í sosialistaflokkinum, Pasok, kunnu fáa stóra ávirkan á valúrslitið í dag. Fleiri eygleiðarar vilja vera við, at veljararnir enn einaferð fara at revsa gomlu flokkarnar, konservativa Nýtt Demokrati og sosialistaflokkin, Pasok, sum sótu við landsins leiðslu, tá afturgongdin byrjaði. Les meir um valið í Grikkalandi Dyrnar eru latnar upp fyri lagnuvalinum Grikkar tøma bankarnar Støðan sera ótrygg í Grikkalandi Til samans 9,8 milliónir grikkar hava valrætt á valinum, sum eisini kann kallast ein fólkaatkvøða um avtalanuna um kreppulán sum Grikkaland hevur fingið við ES, europeiska miðbankan ECB og altjóða valutagrunnin IMF . Veljarakanningarnar vísa at tað er sera javnt millum tann borgarliga flokkurin Nýtt fólkaræði, og vinstrasamgonguna Syriza. Nýtt fólkaræði stuðlar avtaluni um kreppulán, meðan Syriza er ímóti. Leiðarin fyri Syriza, Alexis Tsipras, hevur lova at skræða avtaluna sundur, og at leggja trýst á tey sum landið skyldar pengar, fyri at fáa betri lánitreytir. Í Týsklandi óttast man valúrslitið, og týska útgávan hjá Financial Times kallar Tspiras fyri ein demagog. Eisini Nýtt Fólkaræði vil samráðast av nýggjum um skuldina, men tey eru ikki so víðgongd í sínum krøvum. Loyvt er ikki at fiska tosk uttanskerðs, men innanskerðs er tilmælið 8.000 tons. Tað er ov lítið, sigur formaðurin í KNAPK, Petreus Biilman. Tlmælið átti at verið væl hægri, tí í verandi fiskiári hava bátarnir loyvi at fiska 11.700 tons, og tí átti kvotan ikki at verið minni, næsta ár, men heldur eini 15.000 tons, sigur Petreus Biilmann. Grikkar taka nógvar pengar úr bankunum uppundir tjóðartingsvalið í morgin. Grikskir embætismenn siga, at seinastu dagarnar hava fólk tikið fleiri hundrað miljónir evrur úr bankunum, kanska millum 100 og 500 miljónir evrur um dagin. Í mai tóku fólk millum 5 og 6 miljardir evrur úr bankunum, og gongdin hevur verið tann sama í juni, siga embætismenninir. Bankafólk siga, at síðani kreppan byrjaði í 2009, hava fólk tikið umleið 80 miljardir evrur úr peningastovnunum. Tjóðartingsval var í Grikkalandi 6. mai, men tá flokkarnir ikki kundu semjast um at skipa stjórn, gjørdi forsetin av at skriva út nýval, sum verður í morgin. Stóri spurningurin í Grikkalandi er, um landið skal gera eftir krøvunum, sum ES og Altjóða valutagrunnurin, IMF, hava sett. teir stóru flokkarnir, Nýtt Demokrati, og Pasok, mæla til at gera ftir krøvunum. Ger landið ikki tað, so er vandi fyri at eingir pengar eru, og so má Grikkaland burturúr samstarvinum um evruna. Vinstraflokkurin, Syriza, sum gjørdist næststørsti flokkur á valinum í mai, vil ikki gera eftir krøvunum úr útlandinum. Seinastu tvey árini hava verið torfør hjá fólkinum í Grikkalandi, tí ein kreppa fyri og onnur eftir hava rakt landið. Arbeiðsloysið hevur sett met, og tað hevur loypt øði á fólk. Í kvøld kemur ein kinesisk sendinevnd at vitja Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, og samstundis verður skipað fyri, at tey kunnu síggja føroyska vinnu, og hitta umboð fyri vinnuna, og polittiska myndugleikan. Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur umvegis donsku sendistovuna í Beijing, fingið góðkent at heilsuváttanir frá stovninum eru góðkendar í Kina. Føroyski útflutningurin til Kina økist í stórum. Í 2010 vórðu 140 heilsuváttanir útskrivaðar, og higartil í ár, hevur Heilsufrøðiliga Starvsstovan útskrivð næstn 500 heilsuváttanir fyri vørur, sum skulu til Kina. Tað var í tí sambandi at myndugleikarnir í Kina settu fram ynski um at vitja í Føroyum, sigur Bárður Enni, stjóri á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Fyrrapartin í morgin verður fundur ímillum kinesisku sendinevndina og Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, og seinnapartin skulu kinesisku gestirnir vitja eitt alibrúk og eitt kryvjivirki hjá Bakkafrost. Mánamorgunin verður vitjað Í Vinnumálaráðnum, og síðani verður farið vestur í Vágar at vitja kryvjivirkið hjá Luna, áðrenn kinesisku gestirnir fara av landinum. Umboðið frá donsku sendistovuni verður verandi til hósdagin. Hon skal millum annað hava fleiri fundir við teir partar av vinnuni ið útflyta til Kina, men eisini at hava fund við myndugleikar í Føroyum, herundir Heilsufrøðiligu starvsstovuna. Tað sigur Kjartan Hoydal, fiskifrøðingur, sum er við í einum bólki av vísindafólkum, sum skulu innstilla skeljaveiðuna sum burðardygga, so MSC skal góðkenna fiskiskapin. Tað er íslendska váttaanarstovan, Tun, sum hevur fingið til uppgávu at fáa skeljafiskiskapin góðkendan. Tun hevur biðið fýra fólk um at gera eina frágreiðing, sum skal leggjast fyri MSC til støðutakan, sigur Kjartan Hoydal. Ein forkanning er longu gjørd, og hon er grundarlag undir tí sum nú skal henda. Og Kjartan Hoydal ivast ikki í, at O.C. Joensen fær skeljaveiðuna góðkenda. Frágreiðingin skal vera liðug í februar, og tað skuldi neyvan verið nakar trupulleiki, tí nógv tilfar er longu gjørt. Um hálvan august koma hini trý fólkini í bólkinum til Føroya at tosa við allar partar, og gera ymsar kanningar, og so verður frágreiðingin skrivað. Tað váttar stjórin í grønlendska útflutningsráðnum, Vibeke Rovsing lauritzen fyri grønlendska kringvarpinum. Hóast tað, so arbeiða grønlendskar fyritøkur framvegis við at fáa fótin fastan á kinesiska marknaðinum. Millum annað hevur kópaskinnsfyritøkan Great Greenland ætlanir um at selja kópaskinn til Kina, og arbeitt verður framvegis við tí ætlanini, sigur stjórin, Lars berg. Royal Greenland hevur í fleiri ár selt fiskavørur á kinesiska marknaðinum, og fyritøkan er við í átakinum í Keypmannahavn. Royal Greenland selur vørur til Kina fyri 250 miljónir krónur, um árið, sigur stjórin við grønlendska kringvarpið. Ein nýggjur Høgaberg er á veg í flotan, skrivar Skipsportalurin. Tað er partafelagið Fríðborg í Fuglafirði, sum hevur keypt skipið úr Polandi. Talan er um verksmiðjutrolaran, Alina, sum er systurskip hjá Athenu, Poseidon, Hercules og gamla Høgabergi, ið var seldur til Íslands í fjør. Anfnn Olsen, reiðari sigur, at felagið hevur keypt skipið, og at skipið skal fiska makrel, og taka ímóti makreli frá øðrum skipum. Tá vertíðin eftir makreli er av, verður skipið selt aftur. Tað kemur av, at tað ikki ber til at gera stórar íløgur í eitt skip, til eina so óvissa vinnu, sum makrelurin er, sigur Anfinn Olsen. Høgaberg kemur til Føroya í aðru viku, og føroyingar skulu manna skipið, eins og gjørt var við Høgabergi í fjør, sigur Anfinn Olsen. Í dag, 21 ár seinni enn ætlað, er andstøðuleiðarin í Myanmar, Aung San Suu Kyi, í Oslo, har hon takkar fyri friðarheiðursløn Nobels. Í tí sambandi sigur hon, at heimlandið, Myanmar, ella Burma, stendur fyri at verða savnað aftur. Hon kom til Noregs í gjárkvøldið, og steðgar har í tríggjar dagar. Seinnapartin helt hon Nobel fyrilesturin, og takkaði fyri heiðurin sum hon fekk í 1991, og men sum hon ikki fekk høvi at vera við til. Nobelheiðurslønin lat upp einar dyr í mínum hjarta, segði hon millum annað. Eftir at hava sitið avbyrgd í húsavarðhaldi í nógv ár, er Suu Kyi, væl móttikin, nú hon er á rundferð í Europa. Hon takkaði øllum sum hava hjálpt fólkinum í Burma so væl á leiðini til betri viðurskifti, tá hon í dag hitti fjølmiðlarnar í Oslo saman við norska forsætisráðharranum, Jens Stoltenberg. Seinnapartin hevur hon eisini luttikið á einum stórum fólkafundi á Ráðhúsplássinum í býnum, har túsundtals fólk eru savnaði at heiðra henni. Hetta er fyrsta ferðin hjá henni í Europa, síðani hernaðarstýrið í Myanmar setti hana í húsavarðhald í 1988. Hetta er samstundis fyrstu ferð síðani, at hon hættir sær úr landinum, og væntar at kunna koma heim aftur. Heiðurslønin varð í 1991 handað táverandi manni hennara, sum er deyður, og synunum í 1991. Les Nobel fyrilesturin hjá Aung San Suu Kyi her Tað eru ráðini hjá danska bankanum Spar Nord Bank. Bankin sigur, at um bankaskipanin í Grikkalandi skuldi kollsiglt, kann tað henda, at elektronisku bankakortini ikki kunnu brúkast. Og tí er skilabest at hava kontantar pengar við, tá fólk fara til Grikkalands at ferðast í summar. Í morgin er tjóðartingsval í Grikkalandi, og hetta valið verður sera avgerandi fyri fíggjarligu framtíðina hjá landinum. Summir av flokkunum, sum stilla upp, góðtaka nevniliga ikki treytirnar, sum ES og altjóða gjaldoyragrunnurin, IMF, seta fyri at veita Grikkalandi ein fíggjarligan bjargingarpakka. Men fær Grikkaland ikki bjargingarpakkan, kann landið fara á húsagang. Vøksturin í mun til sama tíðarskeið í fjør var 705 milliónir krónur. Av hesum eiga skip og flogfør 80 prosent ella 566 milliónir krónur. Størsti lutfalsligi vøksturin er innflutt akfør, har vit hava innflutt fyri næstan triðingin meir enn í fjør. Tilfar til annan ídnað er ein fjórðing meir enn í fjør. Byggivinnan innflutti fyri áleið tað sama sum í fjør. Vit hava innflutt áleið somu nøgd av brennievni í ár, men av tí at prísurin hevur verið væl hægri, er innflutningsvirðið 39 milliónir krónur ella 12 prosent hægri. Innflutningurin er vaksin í næstan øllum vørubólkunum, uttan í bólkinum húsarhaldsnýtslu, har tað merkisvert er ein minking á eitt prosent. Haraftrat er stór minking í innflutninginum av rávøru til fiskavirking, har tað er innflutningurin av ídnaðarfiski, sum er nógv minkaður. 1. 38 ára gamli føroyingurin er ákærdur fyri, saman við øðrum í Amsterdam og Amstelveen í árunum frá 2007 til 2011, at hava framleitt, tikið niður av netinum, havt i vatveitslu og víðari givið barnapornografiskt tilfar. Hetta hevur hann gjørt sær tilvana, sum tað stendur í ákæruritinum. Tilfarið er funnið í kjattsamtalum, sum føroyingurin luttók í, og teldunum, sum løgreglan fann í íbúðini har før. búði og sum løgreglan legði hald á í marsmánaði 2011, tá føroyingurin varð handtikin. Í stuttum snýr tað seg um myndir og sjónbandatilfar av fleiri valsnum persónum, ið kynsliga gera seg inn á pinkubørn og ella at hesi børn vísa seksuelt tónaðir stillingar. 2. Ákærdur fyri at hava havt atbrurð, at hann kann metast at verða med gerningsmaður, tá ÓTUGTIGAR handlingar í 2010 vórðu framdar móti einum gentubarni, fødd í 2009., og hesar handlingar snúgva seg um seksuella inntreingjan í kroppin hjá gentuni. 3. Hetta er ákæra um, at føroyingurin hevur sett seg i samband við kvinnu á Filipsoyggjunum og biðið hana skaffa tvey børn, sum skulu gera ymiskt kynsligt framman fyri einum vevkamera, har føroyingurin instrueraði børnunum, hvat tey skuldu gera við hvønn annan. Hann rindaði kvinnuni pening fyri hetta. Kanningarnar móti høvuðsákærda, Robert Mickelsson byrjaðu í 2010. Millum annað vórðu kontaktirnar hjá honum eisinin kannaðar. Føroyingurin kom inn í myndina eftir at hava kjattað við høvuðsákærda, Robert M, um børn, kynsligt samband við børn og útveksling av myndum, kynsligt samband við børn á Filipsoyggjunum. Løgreglan fann eisini tlf.nr. Hjá føroyinginum á tlf. hjá Robert M. Sambúgvi hansara, vdM, varð handtikin sama dag, men er ikki varðhaldsfongslaður meira. Hald varð lagt á teldur, myndir og persónligar lutir. Før. sigur, at hann hevur ikki borið víðari myndir, men at hann hevði nakrar myndir. Stutt eftir tekur hann aftur inn myndir og filmar hesaferð umvegis ein ftp servara. Før greiðir frá, at hann gjørdi tað, so at sambúgvi hansara kundi brúka hann. Sambúgvin fekk ikki passorðið til telduna. Á tann hátt helt føroyingurin kjattið atskilt frá sambúgvanum. Føroyingurin og sambúgvin vdM hittust í forumi fyri 10 árum síðani. VdM seldi føroyinginum eina fotolinsu. Tað vísti seg, at báðir høvdu somu áhugamál. Báðir elskaðu børn, men teir uppførdu seg pent og gjørdu einki. Føroyingurin sigur, at vdM var besettur av børnum, men hann hevði ikki kynsligt samband við tey. Føroyingurin tosaði lítið um sítt samband við Robert M. Sambúgvi visti ikki, hvat føroyingurin fekst við. VdM hevur ikki havt samband við Robert M. Men at enda fekk hann at vita, at Robert M misnrúkti børn, at Robert M var útlendingur , úr Riga í Lettlandi. Sambúgvin hevði sæð hansara navn á netinum, og vildi einki hava við við hann at gera, ætlaði at melda hann uttan at blanda føroyingin uppí. Føroyingurin sigur, at sambúgvin ongantíð hevur verið blandaður uppí tað, sum hann og Robert M høvdu saman. Føroyingurin og Robert M ferðast saman til Belgia, Singapore, Vjetnam og Kambodja. VdM dámar at taka ósekar myndir av børnum. Hann hevur stóra samling av myndum av børnum, sum hann hevur tikið av ókendum børnum á gøtuni. Føroyingurin greiddi frá, at hann og sambúgvin tosaðu um at fáa sítt egna barn. Men hetta var bara fantasi. Teir búgva í sama húsi og hava hvør síni rúm. Nøkur rún eru stongd fyri hinum. VdM sigur, at føroyingurin var ikki lættur at hava í sama húsi, hann er súrur og hann hevur einki sosialt lív. Føroyingurin og vdM eru sera kønir innan teldur og KT. Verjin hja vdM segði soleiðis um vdM Hann leið av tunglyndi og tók rúsevni. Men taðger hann ikki meira. Lív hansara er nú oyðilagt, hann hevur einki stað at búgva og heldur einki arbeiði. Býr hjá síni familju nú. Sunnudagin ella mánadagin verður byrjað at bora brunnin Brugduna II, sum er í ein landsynning úr Føroyum. Borað verður á 459 metra dýpi, og væntandi verður borað í fýra fimm mánaðir, upplýsir Vinnumálaráðið. Kinesiski boripallurin Cosl Pioneer er komin í føroyskan sjógv at bora fyri Statoil, sum er fyristøðufelag, og ExxonMobil og Atlantic Petroleum. Boringin kostar meira enn eina milliard krónur. Hóast umboðsmaðurin hevur sagt, at tað ikki er aktuelt, so kemur risastóra móttøkuskipið Lafayette kortini í føroyskan sjógv at taka ímóti makreli í summar. Tað váttar Ludvík við Stein fyri útvarpinum. Higartil hevur umboðsmaðurin víst á, at tað loysir seg ikki at fáa skipið higar, við avreiðingargjaldinum, ið er tvær krónur kilo, soleiðis sum løgtingið hevur samtykt. Men vit gera tó kortini eina roynd at taka ímóti makreli fyri marknaðarprís, og so mugu skipini so átaka sær avreiðingargjaldið, sigur Ludvík við Stein. Vænta somu nøgd í ár Í fjør hevði Lafayette sum mál at taka ímóti umleið 40.000 tonsum av makreli, og málið í ár er áleið tað sama. 2011 royndist tó so mikið væl hjá móttøkuskipinum, at tikið var ímóti 50.000 tonsum av makreli frá føroyskum skipum. Umboðsmaðurin hjá Lafayette sigur seg hava gjørt avtalu við nøkur føroysk skip um at landa til móttøkuskipið. Í fjør vórðu treytir um føroyska manning settar í innflutningsloyvið. Í ár verður eingin føroyingur við, um sæð verður burtur frá eftirlitisfólkunum, sigur Ludvík við Stein. Manningin á Lafayette telur 300 fólk, 250 asiatar og 50 russar. Lafayette er í løtuni í Suðurkyrrahavinum, og fer fyrsta dagin at seta kós ímóti Føroyum. Skipið er væntandi í føroyskum sjógvi seinast í juli. Lafayette er undir russiskum flaggi. Danska stjórnin og grønlendska sjálvstýrið hava latið vísindalig prógv fyri einum kravi um ein part av grønlendska landgrunninum. Økið er 115.000 ferkilometrar uttan fyri grønlendska 200 fjórðinga markið, í ein útsynning móti Kanada og eystur móti Íslandi. Vísindaligu krøvini eru latin landgrunsnevndini hjá ST, upplýsir uttanríkisráðið sambært Ritzau. Kravið er sambært havrættarsáttmálanum frá 1982, sum Danmark setti í gildi í 2004. Triðja økið Hetta er triðja av fimm økjum, sum danska kongaríkið ger krevur. Tað fyrsta var eitt øki norðan fyri Føroyar, har krøvini vórðu latin í 2009. Í 2010 vórðu krøvini fyri eitt øki sunnan fyri Føroyar latin inn. Prógvini fyri tey bæði seinastu økini eru ikki klár enn. Talan eru um tvey øki norðanfyri og í ein landnyrðing úr Grønlandi. Krøvini skulu øll verða latin serligu landgrunsnevndini hjá ST í seinasta lagi í 2014. Kanada og Ísland krevja eisini økið, sum Grønland saman við Danmark nú krevur at fáa. Ísland læt síni prógv inn í apríl 2009, meðan Kanada enn ikki hevur latið síni krøv. Enn ber ikki til at siga, nær málini verða viðgjørd í landgrunsnevndini. Viðgerðin kann taka fleiri ár. Hóast annað hvørt Norðurland ikki er limur í ES, noyðast tey at gera eftir boðum úr ES. Tí eru Norðurlond longu nú noydd at gera eina nýggja avtalu um almannaveitingar, hóast verandi avtalan bara er níggju ára gomul. Norðurlondini hava gjørt eina nýggja avtalu um almannaveitingar. Hon varð undirskrivað í Bergen. Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, skrivaði undir fyri Føroyar. Avtalan tryggjar, at norðurlendingar, sum flyta millum Norðurlond, hava sama rætt til almannaveitingar sum fólkið í tí landinum, tey flyta í. Nýggja avtalan kemur fyri avtaluna frá 2003, sum hevur verið galdandi í Føroyum síðani 2005. Orsøkin til, at norðurlendsku londini nú hava gjørt eina nýggja avtalu, eru nýggjar ES reglur á almannaøkinum. Avtalan skal staðfestast í Norðurlondunum, áðrenn hon verður sett í gildi. Avtalan verður løgd fyri løgtingið komandi vár, upplýsir Almannamálaráðið. Brek í myllunum í Neshaga var orsøkin til, at tær toldu ikki tann nógva vindin og tí fóru í knús. SEV hevur fingið eina frágreiðing, sum er gjørd fyri Tryggingarfelagið Føroyar. Einfalda frágreiðingin er, sigur SEV, at orsøkin til skaðarnar er framleiðslubrek í myllunum. Myllurnar eru tryggjaðar Tvær Vestas myllur hjá SEV í Neshaga fóru í knús í ódnarveðri fyrst í mars. Myllurnar eru tryggjaðar, og Tryggingarfelagið Føroyar fekk donsku kanningarstovuna, Force Technology, at finna orsøkina. Orsøkin er sambært frágreiðingini, at pitchstongin, sum stýrir veingjunum eftir, hvussu vindurin blæsur, var skeivt ísett, tá myllurnar vórðu bygdar. Tí tóku veingirnir ov nógvan vind á seg, nógv meira vind enn teir og bremsuskipanin tola. Pitchstongin í triðju mylluni, sum ikki fekk skaða, er eisini kannað. Hon er heil. Landsstýrismálanevndin hjá løgtinginum hevur fingið eina kæru um heimildarloysi og ólógligar avgerðir í fyrisitingini av makrelfiskiskapinum í 2012. Høgni Hoydal, løgtingsmaður, hevur kært. Hann kærir um yvirskipaðu fyrisitingarligu avgerðirnar hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum og hjá løgmanni í makrelmálinum, um kunngerðina um makrelfiskiskap, sum kom í gildi seinasta leygardag, og um vantandi eftirlit løgmans við, at landsstýrismenn fyrisita á lógligan og fullgóðan hátt sambært stýrisskipanarlógini. Gera niðurstøðu um avgerðirnar Høgni Hoydal heitir á Landsstýrismálanevndina um at nýta allar heimildir sínar at fáa til vegar frágreiðingar og upplýsingar og gera niðurstøður um fyrisitingarligu avgerðirnar hjá løgmanni og landsstýrismanninum í fiskivinnumálinum um at fyrisita makrelfiskiskapin í 2012. Høgni Hoydal vil hava nevndina at kanna, um fyrisitingin er farin fram í heimildarloysi, og um ólógligar avgerðir eru tiknar. Hann vil eisini hava at vita, um Jacob Vestergaard og Kaj Leo Holm Johannesen hava sett til viks skyldur og ábyrgdir, sum stýrisskipanarlógin og nógvar aðrar lógir áleggja teimum. Landsstýrismálanevndin hevur sett kæruna á dagsskránna fyri fundin hjá nevndini týsdagin. Narkodeildin hjá politinum hevur lagt hald á hampplantur, svarandi til hassj fyri 1,2 milliónir krónur, í einum húsum í Klaksvík. Eftir føroyskum viðurskiftum er talan tískil um eitt stórt mál hjá løgregluni. Mikkjal Thomassen, dagligur leiðari á Narkodeildini hjá politinum, sigur við blaðið Norðlýsið, at politiið koma fram á tær 75 hamp planturnar, tá teir gjørdu eina húsarannsókn á Kósini í Klaksvík. Samlaða søluvirði frá teimum 75 hamp plantunum hevði tískil verðið 1,2 milliónir krónur, sigur Mikkjal Thomassen, leiðari á narkodeildini. Kanningar hava staðfest, at ein hamp planta gevur í miðal 75 gram av hassji, og at eitt gramm av hasji verður selt fyri 250 krónur á gøtuni. Í samband við rúsevnismálið hevur Narkodeildin hjá politiinum gjørt húsarannsókn í tveimum ymiskum støðum í Klaksvik. Ein maður er handtikin og skuldsettur í málinum. Tað er rættiliga sannlíkt, at ósemjan um rokningarnar frá byggifelagnum Búsetri í sambandi við Skúlan á Løgmannabreyt endar í gerðarættinum. Advokaturin hjá kommununi hevur nú gjøgnumgingið krøvini hjá Búsetri, og niðurstøðan hjá honum er, at Búsetur hevur ikki rætt til at fáa meira pengar útgoldnar. Tað ger advokaturin greitt í skrivi til Búsetur, dagfest tann 4. juni, sum útvarpið hevur fingið innlit í. Búsetur og kommunan hava leingi togast um endauppgerðina í sambandi við skúlan við Løgmannabreyt. Búsetur hevði høvuðsarbeiðstøkuna, men tíðina eftir, at skúlin var liðugur, var stór ósemja millum partarnar um, hvussu skuldi avroknast. Semja gjørd Ein semja varð gjørd í fjør helt Tórshavnar kommuna í øllum førum men fyrst í hesum árinum kom Búsetur við einari rokning upp á 12,7 milliónir krónur. Búsetur sigur millum annað í kravinum, at projektgjøgnumgongdin var ónøktandi og førdi til eyka arbeiði, at meginparturin av lendinum lá lægri enn uppgivnu projektkodurnar og at tað tí var neyðugt at leggja tilfar omaná, og at ósamsvar var millum betongtekningar og arkitektaprojektið. Men eftir at hava gjøgnumgingið skjalatilfarið hjá Búsetri, vísir advokaturin hjá kommununi øllum krøvunum hjá byggifyritøkuni blankt aftur. Advokaturin sigur, at talan í stóran mun er um rokningar frá undirveitarum hjá Búsetri til Búsetur. Hesar rokningarnar eru óviðkomandi fyri kommununa, tí hon hevur bara gjørt sáttmála við Búsetur. Eisini sigur advokaturin, at rokningarnar í stóran mun vísa til viðurskifti, ið eru skrivliga avgreidd millum partarnar, og at tað tí talan er um dupulta avrokning. Hava ikki meiri at tosa um Tórshavnar kommuna metir ikki, at skjølini hjá Búsetri prógva, at felagið hevur rætt til at fáa útgoldið meira pengar í hesum máli. Og advokaturin sigur bart út, at tað er ikki grundarlag at tosa meira um málið. Búsetur hevur biðið um at fáa málið avgjørt við ein gerðarrætt, men hevur annars sagt seg sinnað fyrst at fáa málið avgreitt við samráðingum. Men nú advokaturin hjá kommununi boðar frá, at grundarlag ikki er at tosa meira um málið, fer málið mest sannlíkt í gerðarrættin. Ósemjur innan byggivinnuna, sum ikki verða loystar við samráðingum, verða vanliga avgjørdar í einum gerðarætti. Skipanin er tann, at stríðandi partarnir velja ein byggikønan í part at umboða seg, og so er ein løgfrøðiligur dómari, sum vanliga er sorinskrivarin. Fleiri fara hvør til sítt, og vantandi tolsemi og ótrúskapur eru høvuðsorsøkirnar. Tað sigur Tordis Fagranes, psykoterapeutur. Í 2010 vóru 92 hjún sundurlisin, og tað eru 33 fleiri enn í 2008. Fyrr var ikki so lætt at skiljast, tí fíggjarligu avleiðingarnar kundu verða stórar. Og tí royndu fólk at halda saman, sigur Tordis Fagranes. Nú er lættari at geva skarvin yvir og siga, at vit fara víðari hvør sær, uttan at hugsa um avleiðingarnar, sigur hon. Ein av stóru orsøkunum til, at hjún fara hvør til sítt, er ótrúskapur, sum Tordis Fagranes heldur trívist væl í Føroyum. Sum psykoterapeutur hevur Tordis Fagranes nógv samskikfti við pør, sum hava trupulleikar, og tað ber til at hjálpa teimum, sigur hon. Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum. 3,4 milliardir krónur. Tað er upphæddin , sum landskassin hevur skyldu at rinda teimum, ið hava tænastumannaeftirløn. Gjaldstovan ger í løtuni upp tænastumannaeftirlønirnar, og er komin til tað úrslit, at skyldan er 3,5 milliardir krónur. Av hesum verður mett, at danska ríkisstjórnin eigur 400 milliónir krónur frá tíðini, áðrenn føroyskir myndugleikar yvirtóku málsøkini. Nettoskylda landskassans verður sostatt 3,1 milliard. Men 10 prosent eru framvegis eftir at gera upp, og tá ið danski parturin er drigin frá, verður føroyska skyldan 3,4 milliardir krónur, sigur Fíggjarmálaráðið. Tá er roknað við eini uppgerðarrentu, ið er eitt prosent. Eftirlønarskyldan er gjørd óskattað, og tí verður skylda landskassans netto minni eftir skatt. Tænastumenn eru millum annað løgmenn, landsstýrisfólk og løgtingsfólk. Færri tænastumenn Seinastu árini eru flestu almennu starvsfólkini sett sambært sáttmála, har eftirlønargjaldið verður útreiðsluført hjá avvarðandi stovni. Tá starvsfólkið fer úr starvi, fær tað sína eftirløn frá lívstryggingarfelagnum. Hetta hevur havt við sær, at talið av tænastumonnum er minkað munandi. Í ár eru 442 tænastumenn í starvi. Hinvegin er talið á persónum, ið fáa tænastumannaeftirløn útgoldna, vaksið, og var um ársskiftið 598. Sostatt minkar eftirlønarskyldan, men tað sæst ikki aftur, fyrr enn um 15 20 ár, tá ið síðstu tænastumenninir á skúlaøkinum g serstovnaøkinum fáa eftirløn, sigur Fíggjarmálaráðið. Samstundis sum Danmark fyrireikar seg at taka ímóti kinesiska forsetanum, Hu Jintao, er Helle Thorning Schmidt, forsætisráðharri, farin til Turkalands á vitjan. Danmark hevur formansskapin í ES, og endamálið við vitjanini er at fáa gongd á samráðingarnar um turkiskan limaskap í ES. Helle Thorning Schmidt sigur, at Danmark og Javnaðarflokkurin hava framvegis ta støðu, at Turkaland eigur at fáa limaskap í ES. Men hon viðurkennir, at nógvir meinbogar hava verið, tí í veruleikanum er tilgongdin steðgað. Búskaparlig framgongd hevur verið í Turkalandi, samstundis sum kreppa er í fleiri ES londum. Tí er turkiski áhugin fyri ES limaskapi minkaður. Kýpros, sum tekur við formanssessinum í ES eftir Danmark, hevur hótt við at forða fyri, at Turkaland nakrantíð fær limaskap í ES. Turkiski forsætisráðharrin, Erdogan, hevur sagt, at hann hevur ongan áhuga at tingast við Kýrpos um ES. Okkurt bendir á, at ítøkiligar ætlanir eru nú við sjóvarfalsorku í Føroyum. Umhvørvisstovan boðar í dag frá, at hon hevur givið smápartafelagnum Atlants mylluni loyvi til eina royndarverkætlan við sjóvarfalsorku í Vestmannasundi. AElig tlanin er at leggja út eina turbinu, sum vinnur orku burtur úr sjóvarfallinum í Vestmannasundi. Talan er um at geva undantak frá kravinum í havumhvørvislógini og elveitingarlógini um umhvørvisárinsmeting í sambandi við royndarverkætlanina. Umhvørvisstovan metir, at ávirkanin á náttúru og umhvørvið er sera avmarkað. Orkuverkið verður undir vatnskorpuni, og tí verða eingir sjónligir ampar av tí. Verkætlanin er tíðaravmarkað til eitt ár, verður upplýst í tíðindaskrivi frá Umhvørvisstovuni Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, var ikki blíður, tá hann mánadagin frætti, at Betri Pensjón og Ognarfelagið Lív høvdu fund í hølunum hjá Lív. Johan Dahl váttar fyri Útvarpinum, at hann gav boð um, at ein slíkur fundur skuldi ikki vera í hølunum hjá Lív. Nevndarformaðurin í Lív fór síðani og bað fundarfólkið um at fara, sigur Johan Dahl. Hann sigur, at Vinnumálaráðið og Ognarfelagið hava eina, sum sigur, klokkuklára avtalu um, at tosað verður ikki við triðja part, so leingi samráðingar eru við fakfeløgini, sum ætla at keypa Lív. Veit einki um avtaluna Jógvan Mørkøre, nevndarformaður í Ognarfelagnum, sigur seg einki vita um eina slíka avtalu við Vinnumálaráðið og landsstýrismannin. Jógvan Mørkøre sigur, at nevndin í Ognarfelagnum hevur skyldu til at samráðast um partaeigarasáttmála við øll, sum hava latið inn boð upp á helvtina av Lív. Og tey eru TF Holding og 23 fakfeløg. Hann hevur onga viðmerking um fundin mánadagin, tá Johan Dahl kravdi, at fundarfólkið bleiv biðið um at fara. Hittast aftur seinnapartin Seinnapartin hittast umboð fyri fakfeløgini, sum ætla at keypa Lív, og Ognarfelagið, sum fær helvtina av Lív, at tosa um partaeigarasáttmála. Leygardagin verður so fundur millum fakfeløgini og Vinnumálaráðið, sum selur helvtina av Lív. 23 fakfeløg hava boðið 35 milliónir krónur fyri helvtina av Lív. Men TF Holding hevur framvegis áhuga fyri Lív. Tá Vinnumálaráðið lýsti Lív til sølu í fjør, komu tvey tilboð, annað frá BankNordik, sum var 35 milliónir krónur, og hitt frá TF Holding, sum var 33 milliónir. Vinnumálaráðið tók av tilboðnum frá BankNordik. Men seinni vildi BankNordik ikki keypa kortini. Tá bjóðaðu 23 fakfeløg seg fram at keypa fyri 35 milliónir. Vinnumálaráðið tók av. Sambært Vinnumálaráðnum er boðið frá fakfeløgunum tað einasta, sum er inni. Men TF Holding hevur framvegis áhuga. Og mánadagin var fundur millum Betri Pensjón, sum er lívstryggingarfelagið í TF samtakinum, og Ognarfelagið. Sølan óviss Verður keypið hjá fakfeløgunum av ongum, er TF Holding sinnað at keypa. Men tað er als ikki vist, at tann møguleikin verður. Johan Dahl sigur, at eydnast ikki at fáa keypssáttmála við fakfeløgini, er ikki vist, at Vinnumálaráðið selur Lív. Fakfeløgini eiga óbeinleiðis meirilutan av Ognarfelagnum, tí teirra limir eru í meiriluta millum teirra, sum hava tryggingar hjá Lív. Tað undrar tí fakfelagsfólk, sum Útvarpið hevur tosað við, at Ognarfelagið tosar við onnur, sum hava áhuga fyri Lív, meðan fakfeløgini samráðast um at keypa Lív. Dagstovnurin Birkilund í Havn verður tikin niður og síðani bygdur uppaftur. Mentamálanevndin í Tórshavnar býráð hevur einmælt samtykt at mæla býráðnum til at taka bygningin við Hoyvíksvegin niður. Stovnurin er so illa farin, at tað loysir seg betur at gera hann heilt av nýggjum, enn at fara undir umvælingar. Tórshavnar kommuna, sum hevur yvirtikið Birkilund frá einum sjálvsognarstovni, hevur kannað bygningin. Tað vísir seg, at tað fer at kosta 22 milliónir krónur at umvæla, meðan ein nýbygging verður mett at fara upp um 30 milliónir krónur Fyrimunur at byggja nýtt Jógvan Arge, formaður í mentanarnevndini, sigur, at fyrimunur við at byggja nýtt, er eisini, at kommunan fær ein dagstovn, sum lýkur øll dagsins krrav, ta veri seg við tilfari, innrætting til pedagogisku krøvini, hitaverki og luftskifti. Birkilund varð bygdur tíðliga í áttatiárunum, og har ganga 100 børn. Mentamálanevndin mælir býráðnum til at seta bygginevnd at fyrireika byggingina, sum eftir ætlan kann fremjast næsta ár og í 2014. Fleiri børn verða ikki tikin inn á stovnin hesa tíðina, og tey, sum eru har nú, fara at halda til í øðrum hølum efftir summarfrítíðina. Úrskurðurin hjá aganevndini hjá Hondbóltssambandinum í Brauer málinum er endaligur. Freistin at kæra úrskurðin er farin, og Hondbóltssambandið hevur onga kæru fingið. Stjørnan, sum fekk 3.000 krónur í bót frá Aganevndini, góðtók úrskurðin alt fyri eitt. Men í Neistanum ivaðust tey, um revsingin var nóg hørð. Nevndin í Neistanum viðgjørdi málið mánakvøldið. Har varð avgjørt ikki at kæra. Stjørnan fekk bót fyri rópini hjá viðhaldsfólki felagsins eftir Barbaru Brauer í Neistanum í dysti í Klaksvik tann 13.mars. Føroyar vera við, tá ST ráðstevnan um burðardygga menning, Rio 20, verður um eina viku. Løgmaður hevur biðið Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum og norðurlendskum samstarvi, og Kára P. Højgaard, landsstýrismann í innlendis og umhvørvismálum, umboða Føroyar í donsku sendinevndini á ST fundinum, sum verður í Rio de Janeiro í Brasilia 20. til 22.juni. Á ráðstevnuni í Rio fara ST limalond at viðgera, hvussu vit kunnu minka um fátækdømi, fremja sosiala javnstøðu, verja umhvørvi og skapa grønan búskaparvøkstur í einum heimi, har fólkatalið veksur í stórum. Endamálið er at styrkja um tær politisku semjur um burðardygga menning, sum altjóða samfelagið frammanundan hevur samtykt, og greina eina felags kós og raðfestingar fyri framtíðina. Ráðstevnan skal eftir ætlan enda við, at londini í felag seta sær framsøkin mál í eini nýggjari alheims yvirlýsing undir heitinum Framtíðin, vit ynskja á enskum The Future We Want . Nógv meiri svartkalvi er undir Føroyum í ár enn í fjør. Og nú er eisini fingin ein ábending um, at svartkalvi gýtir í føroyskum sjógvi. Magnus Heinason hevur kannað svartkalva og annan fisk á djúpum vatni undir Føroyum. Fyribilsúrslitið er, at munandi meira var at fáa av svartkalva, trant kongafiski, stórum kongafiski og fleiri øðrum fiskasløgum enn í fjør, sigur Havstovan. Men minni var av toski. Gýtir eisini við Føroyar Túrurin gav eisini ábending um, at svartkalvi gýtir við Føroyar. Fiskiskapurin var so góður, at Magnus Heinason noyddist inn at avreiða, tá kanningarferðin var komin í helvt. Tað er ikki hent áður, upplýsir Havstovan. Magnus Heinason tók eisini tvey hál við uppsjóvartroli eystan fyri og vestan fyri Sandoynna, men eingin makrelur var í. Kanningarferðin hjá Magnusi Heinasyni endaði 5.juni. Fyrrapartin í mai kannaði Magnus Heinason sild og svartkjaft norðanfyri. Á leið líka nógv sild var at síggja sum undanfarin ár, men heldur meira av svartkjafti. Eingin makrelur var á leiðini, har sum hann var somu tíð í fjør. Ein maður hevur mist koyrikortið fyri triðju ferð, og hesa ferð í 10 ár. Tað avgjørdi Føroya rættur í gjár. Maðurin fekk eisini 40 daga fongsulsrevsing og 4.250 krónur í bót. Hann er dømdur fyri at hava koyrt við kenning uttan at hava koyrikort. Koyringin, sum sambært ákæruritinum var skilaleys, endaði í ferðsluóhappi við fólkaskaða. Maðurin hevði ikki koyrikort, tí tað hevði hann mist í fimm ár. Hetta var triðju ferð, hann varð tikin fyri at koyra ávirkaður, meðan hann ikki hevði koyrikort. Í 2001 misti hann koyrikotið í hálvt sjeynda ár, í 2008 í fimm ár, og nú hevur hann mist kortið í 10 ár. Stolið høglbyrsu Harafturat er maðurin dømdur fyri at hava stolið eina høglbyrsu í einum handli í Havn. Byrsan varð funnin knappliga trý ár seinni heima hjá manninum. Maðurin er eisini, saman við einari kvinnu, dømdur fyri at hava hampplantur og hassj heima við hús. Fyri tað fekk kvinnan 2.000 krónur í bót. Hon noktaði seg seka Maðurin játtaði seg sekan í at hava koyrt bil uttan at hava koyrikort, og at hava stolið byrsuna. Men hann noktaði seg sekan í hinum ákærunum. Í sambandi við málið um 38 ára gamla føroyingin, sum við dómstólarnar í Amsterdam er skuldsettur fyri kynsliga misnýtslu av børnum, kunnu lurtarar og hyggjarar hava fingið ta fatan, at maðurin hevur játtað seg sekan í at hava neyðtikið eitt barn, yngri enn eitt ár. Tað er rætt, at maðurin játtaði seg sekan í at hava neyðtikið pinkubarnið, tá hann varð handtikin. Men tá málið varð lagt fyri dómstólarnar, broytti maðurin støðu og noktar seg nú sekan í hesi ákæru. Hann játtar seg tó sekan í at hava tikið niður av netinum og havt í varðveiðslu barnapornografiskt tilfar. Men hann noktar seg sekan í at hava givið tilfarið víðari til onnur. Revsirættarligi parturin í drúgva og beiska løgfrøðiliga stríðnum um ein 11 ára gamlan drong var í Føroya rætti fyrrapartin. Fútin hevur ákært eina kvinnu fyri at fara úr Danmark við soni sínum, hóast pápin einsamallur hevur foreldramyndugleikan. Ákæruvaldið krevur kvinnuna dømda fongsulsrevsing. Lógargreinin um frælisskerjing í revsilógini, sum ákæruvaldið brúkar, heimilar fongsulsrevsing í nógv ár. Sambært ákæruvaldinum vardi frælsisskerjingin hjá dreinginum í fimm mánaðir. Frælsisskerjing, tí mamman tók sonin frá pápanum, sum hevur foreldramyndugleikan einsamallur. Kvinnan noktar seg seka og krevur frídøming. Verjin vil hava persónkanning Hvussu harða revsing, ákæruvaldið krevur, varð tó ikki upplýst í rættinum í dag. Tí verjin vildi hava eina persónkanning, áðrenn revsingin verður ásett, um kvinnan verður funnin sek. Tað fæst at vita á middegi næsta mikudag, tí tá fellur dómur, men bara um kvinnan er sek ella ikki. Sigur rætturin, at kvinnan er sek, skal hon persónkannast. Tá kanningin er liðug, verður aftur rættarfundur um revsingina. Í juli 2000 fáa ein kvinna, hon er føroysk, og ein maður, sum er dani, ein son. Tey eru ikki gift. Flyta til Danmarkar Í 2004 ella 2005 avgera tey at flyta til Danmarkar. Ymiskar orsakir til hesa avgerð vórðu nevndar í rættinum, ein var at sleppa undan barnaverndini í Føroyum, ein onnur var at tryggja soninum betri møguleikar at fáa sær útbúgving, tá hann kom so langt i lívinum. Pápin fór fyrst til Danmarkar við soninum, og tá semjast hann og mamman um, at hann fær einsamallur foreldramyndugleikan yvir soninum. Og tann myndugleikan hevur hann enn, hóast mamman royndi at fáa dómsvaldið at hjálpa sær við at fáa hann aftur. Føroya rættur segði í mars í fjør og Landsrætturin staðfesti seinni, at pápin hevur foreldramyndugleikan. Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum. Byggiloyvið til Marknagilsdepilin verður greitt, áðrenn tilboðini at byggja skúlan skulu vera inni í august. Tórshavnar kommuna er liðug at viðgera umsóknina, og málið er nú farið til endaliga nevndarviðgerð í ymsu nevndunum hjá býráðnum. Málið var fyri í byggi og býarskipanarnevndini í gjárkvøldið, har samtykt varð at játta byggiloyvið, tá øll viðurskifti og treytir frá øðrum myndugleikum eru endaliga greið, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri. Byggiloyvið skal viðgerast í teknisku nevnd, brunanevndini, mentamálanevndini og í fíggjarnevndini. Býráðið hevur í longri tíð arbeitt við fyrireikingum av økinum til Skúladepilin. Ein serstøk byggisamtykt varð gjørd fyri økið, sum varð góðkend í Innlendismálaráðnum í juli í fjør. Mett verður, at kommunan fer at gera íløgur fyri einar 15 til 20 milliónir krónur í sambandi við byggibúningina av Marknagilsøkinum, har Skúladepilin verður bygdur liggja, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri. Andrass Holm Arge, stjóri á Brúkaraumboðnum. hevur sagt seg úr starvi. Tað skrivar Portalurin. Andrass Holm Arge fer úr starvinum 1. august. Hann varð fyri trimum árum síðan áramálssettur í fimm ár. Landsgrannskoðanin er komin við hørðum atfinningum móti Brúkaraumboðnum, sum hevði brúkt pening hjá stovninum privat. Johan Dahl, landsstýrismaður, vil ikki siga, um Andrass Holm Arge hevur sagt upp sjálvur, ella er biðin um at siga upp. Brúkaraumboðið, sum hevur havt heimstað í Vági, flytir nú til Havnar. Johan Dahl sigur orsøkina vera, at best er at hava Brúkaraumboðið undir sama taki sum Kappingareftirlitið. Haraftrat er torført at fáa skikkaðar umsøkjarar til størv í útjaðaranum, sigur hann við Portalin. Vinnumálaráðið hevur longu lýst starvið sum stjóri á Brúkaraumboðnum leyst. Freistin er 9. juli. Starvið er áramálssett í fimm ár. Norska støðan í makrelmálinum er óbroytt eftir fundin, sum Lisbeth Berg Hansen, fiskimálaráðharri, hevði við umboð fyri fiskivinnuna í gjár. Audun Mar aring k, forstjóri í norska reiðarafelagnum, sigur við Fiskeribladet Fiskaren, at stjórnin styðjar framvegis krøvini hjá vinnuni mótvegis Føroyum og Íslandi, og ongar ætlanir er um at taka samráðingarnar uppaftur. Vit høvdu ein konstruktivan fund, og einki bendir á, at stjórnin hevur broytt støðu. Tað er ein tryggleiki at vita, at stjórnin tekur undir við okkum, sigur Audun Mar aring k. Hann sigur, at nú tekin eru um, at makrelurin hevur broytt ferðingarmynstur, bendir nógv á, at minni makrelur verður í íslendskum sjógvi. Tað kann hava við sær, at íslendingar verða sinnaðir at gera avtalu við hini strandalondini um makrelin, heldur stjórin norska reiðarafelagnum. Miðnámsskúlin í Suðuroy er illa bygdur, og kanningarstjórin, Maiken Johansen, gevur serliga trimum pørtum ábyrgdina. Teir eru byggiharrin Landsverk, MT Højgaard, sum bygdi skúlan, og Árni Winther Arkitektar, sum hevði eftirlitið. Kanningarstjórin staðfestir, at upplýsingarnar til løgtingið á fyrsta sinni, at kostnaðurin fyri miðnámsskúlan fór at verða 60 milliónir krónur, vóru skeivar og villleiðandi. Hetta varð bert ein meting, og kostnaðurin verður í staðin 74 milliónir krónur, staðfestir kanningarstjórin, sum hevur biðið um nágreiniliga dokumentatión fyri, at prísurin varð settur til 60 milliónir krónur og síðani hækkaður upp í 74 milliónir krónur Fundur um príshækkingina Kanningarstjórin hevur fingið at vita, at skúlin dýrkar 14 milliónir krónur á einum fundi í Gladsaxe hjá MT Højgaard. MT Højgaard hevði einasta boðið og vann undan kvalifikatiónina. Luttakarar vóru Kristian Rasmussen frá Landsverki, Árni Winther frá Árna Winther arkitektum, og telefonsamrøða var við landsstýrismannin Jógvan á Lakjuni, meðan fundurin var. Eingin frásøgn Kanningarstjórin hevur biðið Landsverk og Mentamálaráðið um tilfar frá fundinum, men staðfestir, at eingin fundarfrásøgn er frá fundinum, og einki telefonupprit er heldur. Av tí at hesin fundurin í Gladsaxe hevur týdning fyri hækkingina úr 60 upp í 74 milliónir krónur, er tað sera harmiligt, at tær røttu mannagongdirnar ikki hava verið fylgdar. Hetta er, sum áður nevnt, partur av góðum fyrisitingarsiði at uppihalda hesar mannagongdir fyri at tryggja grundarlag fyri avgerðir, og at skeivar upplýsingar ikki verða latnar løgtinginum, skrivar Maiken Johansen í frágreiðingini, sum er 85 síður. Í kanningini verður vánaliga eftirlitið við byggingini millum annað nevnt sum ein av høvuðsorsøkunum til hesa byggigøluna í Hovi. Spurningurin er so, um atfinningin skal vendast ímóti MT Højgaard, sum bygdi skúlan og eigur at góðskutryggja. Ímóti Árna Winther Arkitektum, sum høvdu eftirlitið, ella Landsverk, sum var byggiharri Fleiri koma og fara um flogvøllin Í mai ferðaðust 700 fólk fleiri enn sama mánað í fjør, og fyrstu fimm mánaðirnar komu og fóru góð 4.000 fólk fleiri enn í fjør. Til 1. juni ferðaðust 74.799 fólk um Vága Floghavn. Atlantsflog fer at flúgva alt árið til Bergen, og tað væntar floghavnin fer at síggjast aftur í hagtølunum sum frálíður. Sunnudagin byrjar Atlantsflog at flúgva til Barcelona í Spania, og hagar verður flogið hvønn sunnudag, til 19. august. Ferðafólkakanning Gallup Føroyar gjørdi tríggjar kanningar fyri Vága Floghavn og VisitFaroeIslands í fjør, og tríggjar skulu gerast í ár. Triðja kanningin verður um mánaðarskiftið, mai juni, áðrenn háárstíðin byrjar. Seinasta kanningin vísir, at 39 av ferðfólkunum vóru ávegis til Danmarkar í undanfarnum kanningum hevur hetta tal ligið ímillum 47 og 58 . Ikki færri enn 22 høvdu Noreg sum endaligt ferðamál, 12 Ísland, og 8 skuldu til Bretlands. Íslendski makrelfiskiskapurin er byrjaður, men útslitið er soltið higartil. Skipini royna 35 fjórðingar suður úr Vestmannaoyggjunum. Makrelurin, teir fáa, er rak. Íslendska makrelkvotan í ár er 145.000 tons. Eins og í Føroyum hava uppsjóvarskipini, sum hava søgulig rættindi, fingið stóran part av kvotuni. Tey hava fingið 105.000 tons. Morgunblaðið skrivar, at 110 skip sleppa at fiska makrel í íslendskum sjógvi í ár. O.C. Joensen á Oyri hevur søkt um MSC góðkenning fyri skeljaveiðuna. Tað er íslendska fyritøkan, Vottunarstovan Tun, sum skal meta, um skeljafiskiskapurin kemur undir burðardygga veiðu, sigur felagið í tíðindaskrivi. Tun hevur valt fýra fólk at taka sær av málinum, og teirra millum er Kjartan Hoydal úr Føroyum. Íslendska felagið væntar at vera liðugt við sína meting í februar næsta ár. Onnur fiskasløg eisini góðkennast Upplýst verður í tíðindaskrivinum frá Tun, at fiskiskapurin eftir sild, sum felagið Nótaskip søkti um, longu er góðkendur. Fiskiskapurin eftir toski og hýsu í Barentshavinum, verður viðgjørdur í løtuni, eftir at trolarin gadus søkti um góðkenning. Og samstundis søkti JFK trol um góðkenning fyri fiskiskapin eftir upsa undir Føroyum. Tavan í Lorvík hevur biðið MSC góðkenna fiskiskapin eftir gulllaksi undir Føroyum. Og tað er fyrsta og einasta umsóknin um gulllaks, sum er við í arbeiðinum hjá MSC, verður upplýst í tíðindaskrivinum. Miðnámsskúlin í Hovi er illa bygdur, og eftirlitið við byggingini var ov vánaligt. Tað eru lemjandi niðurstøðurnar í kanningini, sum Majken Johansen, løgfrøðingur, hevur gjørt fyri Løgtingið, í sambandi við byggingina av miðnámsskúlanum í Hovi. Kanningin er nú liðug og liggur tøk á heimasíðuni hjá løgtinginum, og hon er lítið hugaligur lesnaður. Tað stendur nú svart upp á hvítt, at miðnámsskúlin í Hovi er ein byggigøla, har Órættir upplýsingar vóru givnir myndugleikunum. Eftirlitið varð noktað atgongd til byggiplássið. Notatskyldan og fyrisitingarsiður ikki hildin, og borgarar í landinum at enda standa eftir við einum nýggjum miðnámsskúla, har neyðugt verður at nýta nógvan eykapening uppá ábøtur av slíkum, sum átti at verið í lagi frá byrjan. Einki eftirlit Í kanningini verður vánaliga eftirlitið við byggingini millum annað nevnt, sum ein av høvuðsorsøkunum til byggigøluna í Hovi. Landsverk hevði uppgávuna at byggja miðnámsskúlan í Hovi, og hevði biðið Árna Winther, arkitekt, átaka sær eftirlitið. Men Árni Winther hevur á fundi við Majken Johanesen, kanningarstjóra, sagt, at tá ið tíð var fráliðin, slapp hann ikki inn á byggiplássið at gera neyðuga eftirlitið. Um so er, at eftirlitið ikki sleppur inn á plássið, eigur hetta at verða greitt frá á byggifundi og fyri avvarðandi myndugleika. Er atgongd framvegis noktað, so má heitast á fútarættin um at skipa fyri, at sleppast kann inn á byggiplássið, er niðurstøðan í kanningini. Majken Johansen, kanningarstjóri, skrivar eisini, at tá atgongd til plássið verður noktað, so er tað serstakliga tá, at eftirlit skal havast við byggingini, tí hetta bendir á, at alt ikki er, sum tað eigur . 21 fólk vórðu boðsend á fund við Majken Johansen, í sambandi við kanningina av byggigøluni í Hovi. Teir tryggingartakarar, sum teknaðu trygging hjá Lív fyri aldarskiftið, hava ikki fingið tilboð um at leggja tryggingina við gomlu, føstu rentuni um til trygging við marknaðarrentu. Orsøkin er, at tryggingarnar, sum vórðu teknaðar fyri aldarskiftið, snøgt sagt eru so góðar, at tað loysir seg ikki at leggja um, sum er. Tað viðgongur Poul Christoffur Thomassen, stjóri í Lív. Tey, ið teknaðu trygging hjá Lív eftir aldarskiftið, hava annars fingið tilboð við postinum um at leggja tryggingina við føstu rentuni um til eina marknaðarrentu hjá Lív. Tær nýggju tryggingarnar geva 2,5 prosent í fastari rentu. 4,5 prosent Gomlu tryggingarnar geva hinvegin 4,5 prosent, og harumframt veðheldur at landskassin fyri teimum. Gomlu tryggingarnar eru sostatt so góðar, at tær í løtuni eru ein vánalig forrætning fyri bæði Lív, sum hevði meiri enn 300 milliónir krónur í halli í fjør, og landskassan, sum við árslok veðhelt fyri 1,2 milliardir krónur. Men Lív ætlar at snikka eitt nýtt tilboð til tey, sum annars hava notið væl av gomlu tryggingunum fyri aldarskiftið, sigur Poul Christoffur Thomassen. Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum. Havið kókaði av makreli, tá vit fiskaðu. Tað sigur norski skiparin, Ole Toft, við Fiskeribladet Fiskaren. Ole Toft hevur verið fiskimaður og skipari í 30 ár, men ongantíð hevur hann sæð so stórar nøgdir av makreli sum í ár. Makrelurin stendur í norskum sjógvi, men á leiðunum við Smoguhavið og við íslendska markið var einki at síggja, sigur hann. Tað var, meðan teir royndu eftir norðsjóvarsild, at teir raktu við allan makrelin Tað eru góð tekin, tá so nógvur makrelur er at síggja, sigur Ole Toft, sum gleðir seg til fiskiskapin í heyst, tá makrelurin er vorðin feitari. Freistin at søkja um loyvi at fiska makrel í summar er mánadagin 18. juni. Sambært makrelkunngerðini, sum varð lýst fríggjadagin, hava øll fiskifør undir føroyskum flaggi møguleika at fáa loyvi at fiska makrel. Kunngerðin býtir flotan í bólkar. Í flestu bólkum er fiskiskapurin skipaður við felagskvotu við hámarki fyri hvørt skipið. Fyri at kunna seta hámark fyri, hvussu nógv hvørt far í hvørjum bólki kann fiska, er neyðugt at vita, hvussu nógv fiskifør í hvørjum bólki ætla at fiska makrel í ár. Tí er freistin sett til mánadagin 18. juni á middegi. Skip og bátar, sum longu hava søkt, nýtast ikki at søkja av nýggjum, sigur Fiskimálaráðið. Líkt er til at norðurlond og Evropa sum heild eru vaknað við kaldan dreym, nú kinverjar vísa so stóran áhuga fyri ráevnum í grønlendsku undirgrundini. Danska blaðið Politiken skrivar, at Kina ætlar at gera íløgur fyri milliardir í Grønlandi, og at 2.000 kinverjar skulu arbeiða í námum í Grønlandi. Eitt felag, sum kinverjar eiga, hevur júst biðið grønlendsku myndugleikarnar um loyvi at gera eitt jarnmálm nám við Godth aring bsfjørðin. Har skulu 2.000 kinverskir námsarbeiðsmenn arbeiða, og brúk verður haraftrat fyri 300 400 grønlendskum arbeiðsfólkum, skrivar blaðið. Kinverska felagið ætlar at byggja eina havn, ein veg, sum er 103 kilometrar, og eina verksmiðju við fjørðin. AElig tlanin er, at virksemið skal byrja seint í 2015, ella fyrst í 2016, sigur kunningarstjórin í felagnum, Kaj Kleist. Skipað viðurskifti Grønlendska fakfelagið, SIK, sigur tað vera neyðugt við útlendskari arbeiðsmegi at gera arbeiðið, men tað skal vera undir skipaðum viðurskiftum. Heimastýrið má gera útlendingunum greitt, at tey, sum arbeiða í Grønlandi, skulu hava løn eftir grønlendskum sáttmála, sigur formaðurin í SIK, Jes G. Berthelsen, við Politiken. Samstundis ætla Grønland og ES at skriva undir eina avtalu, sum greitt boðar frá, at týdningarmiklu ráevnini í grønlendsku undirgrundini verða boðin út á heimsmarknaðinum, so tað ikki bert verða kinverjar, sum kunnu bjóða seg fram. Hósdagin kemur kinesiski forsetin, Hu Jintao, á vitjan í Danmark, og tað hevur rættiliga fingið gongd á orðaskiftið um stóra kinverska áhugan fyri Grønlandi. Danski ráðharrin í almanna og innflytaramálum, Karen Hækkerup, skal nú greiða frá, hvussu rættarstøðan er hjá samkyndum, sum eru gift í Danmark, um tey flyta til Føroya. Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur sett danska ráðharranum ein spurning um hetta, eftir at fólkatingið í farnu viku samtykti, at samkynd í Danmark skulu hava somu rættindi sum hinkynd. Freistin av svara spurninginum er fýra vikur. Skeiva gongdin í fólkatalinum í Føroyum heldur fram og versnar. Hagstovan kunnger í dag, at 1.apríl búðu 48.339 fólk í Føroyum, 197 færri enn 1.apríl í fjør. Orsøkin er tann sama sum fyrr, fleiri flyta úr Føroyum enn til Føroya. 407 fleiri fluttu av landinum enn til Føroya hetta árið. Burðaravlopið er tó heldur einki at reypa av. Tað var 210. 573 børn vórðu fødd og 363 fólk doyðu. Burðaravlopið hevur ongantíð verið so lítið, sigur Hagstovan. Í Sandoynni minkaði fólkatalið 2,5 prosent frá 1.apríl í fjør til 1.apríl í ár. Tað er størsta lutfalsliga minkingin. Bara í Vágum og Norðoyggjum heldur fólkatalið tørn ella veksur eitt lítið vet. Hagstovan sigur, at fráflytingin hevur neiliga ávirkan á burðartalið, tí serliga ungar kvinnur flyta av landinum. Tá hetta heldur fram í fleiri ár, fer gongdin inn í eina ringrás. Færri kvinnur í bestu burðarføra aldrinum merkja sjálvandi færri børn, sum aftur ger, at færri og færri kvinnur í burðarførum aldri vera í Føroyum. Í næstu viku verða sjúklingarnir fluttir á nýggja sjúklingahotelllið, Hotel Tórshavn, í Venøgade Keypmannahavn. Tað skrivar Sosialurin. Landsstýrið hevur leigað nýggja bygningin í 15 ár, og møguleiki er at leingja leigumálið. Á nýggja sjúklingahotellinum eru tilsamans 60 kømur, 16 einmanskømur og 39 tvímanskømur. Eisini eru fimm smærri íbúðir til húski at búleikast í. Føroyska sjúklingahotellið er granni hjá grønlendska sjúklingahotellinum, sum varð tikið í nýtslu herfyri. Umstøðurnar eru góðar, eisini uttandura, tí har eru bæði svalar og stórur urtagarður. Arbeiðsgevararnir vilja nú hava politikararnar at lurta eftir fiskifrøðingunum. Í sambandi við, at ICES er komin við sínum tilmæli um botnfiskaveiðina undir Føroyum næsta ár, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag, at tørvur er á veruligari stovnsrøkt, so ikki meiri verður fiskað enn stovnarnir tola. Politiska skipanin má skipa soleiðis fyri, at vit fáa eina burðardygga veiðu undir Føroyum fyri at fáa meiri burturúr í longdini og betri prís á marknaðinum, sigur arbeiðsgevarafelagið. Sera vánaligu fíggjarligu úrslitini og vánaligi fiskiskapurin er ein greið ábending um, at okkurt er heilt galið við okkara fiskivinnupolitikki. Lítil ivi er um, at heimaflotin skal ígjøgnum eina tillaging, soleiðis at fiskiorkan samsvarar betur við tær nøgdir, sum vit kunnu veiða undir Føroyum. Sjálvt um skipatalið undir Føroyum er minkað nógv seinastu 10 árini, bendir alt á, at heimaflotin framvegis er ov stórur, sigur felagið. Makrelur og stuðul Føroya Arbeiðsgevarafelag sigur, at tað er ein trupulleiki, at makrelurin eisini verður býttur til skipabólkar, sum ikki eru útgjørdir at fiska makrel. Í staðin fyri at tillaga heimaflotan, verður makrelurin í veruleikanum nýttur sum stuðul til heimaflotan, sum ikki ber seg fíggjarliga. Hetta er bert við til at útseta tillagingina, sum flotin nátúrliga eigur at fara ígjøgnum, og økta makrelkvotan kann tí eisini hava óhepnar avleiðingar, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag. Føroyar eru ikki samdar við donsku stjórnina í einum máli, har Danmark ætlar at atkvøða fyri einum uppskoti um at friða ein part av Suðuratlantshavi fyri hvalaveiði. Fríggjadagin sendi Kaj Leo Holm Johannessen, løgmaður, eitt bræv til Villy Søvndal, uttanríkisráharra Danmarkar, har heitt verður á uttanríkisráðharran um at broyta støðu í einum máli, sum kemur til viðgerðar í hvalaveiðinevndini. Talan er um eitt mál at friða eitt øki í Suðuratlantshavi fyri hvalaveiði. Føroyski hugburðurin til hetta málið hevur verið, at tað er púra óneyðugt at gera eitt sokallað hvalareservat í hesum øki, tí ongin vinnulig hvalaveiða er í økinum. Talan er tí bara um signalpolitikk, sum ikki hevur nakað hald í veruleikanum. Føroyski óttin er, at tað ikki eigur at bera til at friða, uttan at hetta er grundað á vísindaligt skjalatilfar. Danir hálsa um Danska sendinevndin í IWC hevur fyrr verið ímóti hesum uppskoti, men ætlar nú at atkvøða fyri. Í skrivinum til Villy Søvndal fríggjadagin vísir løgmaður á, at hóast Føroyar ikki hava og neyvan fara at hava nakran áhuga fyri at reka vinnuliga hvalaveiði í Suðuratlantshavi, so byggir føroyska mótstøðan á týdningarmikil prinsipp fyri okkum sum fiskivinnutjóð, tí uppskotið leggur upp til eina friðing í allar ævir, eisini um hvalaveiða einaferð kann rekast á burðardyggan hátt. Prinsipiella føroyska mótstøðan er sostatt óttin fyri, at hesin hugburður kann førkast yvir á fiskivinnuna. Í samráð Í morgin er danski uttanríkisráðharrin, Villy Søvndal, boðsendur í samráð í umhvørvisnevndini hjá Fólkatinginum at tosa um júst donsku tilmælini til fundin í altjóða hvalaveiðinevndini. Í brævinum til Villy Søvndal skrivar Kaj Leo Holm Johannessen, løgmaður, at hann vónar, at uttanríkisráðharrin vil brúka fundin til at staðfesta, at danska sendinevndin tekur støðu í samsvari við føroysku og grønlendsku ynskini, og tekur støðu ímóti uppskotinum. Fundurin í aljtóða hvalaveiðunevndini verður í Panama býi frá 2. til 6. juli. Føroyar senda eingi umboð á fundin. Um tvær vikur, mánadagin 25.juni á middegi, verður seinasta freist at bjóða upp á festið í Fámará. Hægsta boð higartil er 100.000 krónur Í hesari vikuni verður festið í Fámará í Suðuroynni lýst til sølu eina ferð afturat, men hesa ferð við einari stuttari freist at koma við tilboði, og síðani verður festið selt. Bjørn Patursson, stjóri á Búnaðarstovuni, sigur, at nakrir fyrispurningar eru um festið, síðani tað varð lýst til sølu fyri einum mánaði síðani. Sambært advokatvirkinum, sum stendur fyri søluni, hava nógv spurt, men bara tvey boð eru komin higartil. Hægra boðið er 100.000 krónur Bara uppisitara Festið í Fámará hevur ikki havt festara í nógv ár, men bara uppsitara, sum ansaði eftir bygningum og øðrum, sum hoyrir til festið. Festið verður nú selt tí, sum hevur hægsta boð, tá freistin at bjóða er farin um tvær vikur. Fámará er fýra merkur, níggju gyllin og tíggju og triðings skinn. Festarin skal hava í minsta lagi tvey ára royndir frá arbeiði í landbúnaði umframt í minsta lagi hálvt ár á landbúnaðarskúla ella góðkent kvøldskúlaskeið í landbúnaði. Festarin skal hava fastan bústað í Suðuroynni. Festið í Fámará ber 147 áseyðir. Fýra av tíggju, sum klaga um Almannastovuna, fáa ikki viðhald. 59 av avgerðunum hjá Almannastovuni, sum Kærunevndin avgreiddi í fjør, vórðu staðfestar. Bara átta prosent vórðu broytt, 13 prosent fekk Almannastovan aftur til nýggja viðgerð. Men fimta hvør kæra um Almannastovuna fall burtur, tí Almannastovan í sambandi við kæruviðgerðina endurskoðaði málið og kom til annað úrslit enn tað, sum varð kært. Kærustovnurin fekk færri kærur í fjør enn árini frammanundan. 326 kærur komu í fjør. Í miðal komu 400 kærur um árið árini 2008, 2009 og 2010. Kærustovnurin fevnir um sjey kærunevndir og skuldarumskipanarnevndina. Kærunevndin í Almanna og heilsumálum fær flestar kærurnar .Onnur hvør kæra, sum kemur, er til Kærunevndina í almanna og heilsumálum, sambært ársfrágreiðingini hjá Kærustovninum. Í fjør fekk Kærunevndin í almanna og heilsumálum 165 kærur. Flestu kærurnar eru um avgerðir eftir forsorgarlógini. Næst flestu kærurnar eru um fyritíðarpensjón. Kærunevndin í almanna og heilsumálum hevði 12 fundir í fjør og avgreiddi 167 mál. Almannastovan átti nógv tey flestu, 140. Grønlendski landsstýrisformaðurin, Kuupik Kleist, er alt annað enn nøgdur við, at hann ikki er boðin við, tá danski forsætisráðharrin, Helle Thorning Schmidt, hevur boðið kinverska forsetanum, Hu Jintao, til døgurða, tá forsetin vitjar Danmark seinni í vikuni. Millum annað er arktiska økið, norðurpólsleiðin, á dagsskráni hjá Helle Thorning Schmidt og Hu Jintao. Tað er sjálvsagt, at vit eiga at vera við hvørja ferð, tosað verður um Grønland, sigur Kuupik Kleist við grønlendskar fjølmiðlar. Einki óvanligt Danska Uttanríkisráðið sigur, at einki óvanligt er í tí, at landsstýrisformaðurin ikki er partur av politisku skránni, tá kinverskii forsetin kemur á almenna vitjan í Danmark. Tað passar ikki, sigur Kuupik Kleist. Fleiri dømi eru um, at Grønland hevur verið við, sigur hann. Og ikki minst nú, Grønland hevur sjálvstýri, átti Grønland at sloppið við. Sjálvstýrið hevur givið Grønlandi ræði á yvirtiknum málsøkjum, eisini viðvíkjandi altjóða og millumtjóða samráðingum. Danska uttanríkisráðið svarar, at har ansa tey væl eftir, hvørji mál krevja, at grønlendingar eru við. Samrøður um grønlendsk viðurskifti og málsøki, sum eru undir heimastýrinum, verða ikki hildnar uttan, at stjórnin frammanundan hevur tosað við landsstýrið. Kuupik og Kaj Leo til døgurða Men Kuupik Kleist heldur fast um, at Grønland skal vera við, antin so ella so, um danir og kinverjar fara at tosa um leiðina norðan fyri Grønland. Kuupik Kleist er tó boðin við til døgurðan, sum Margreta drotning heldur fyri kinesiska forsetanum. Drotningin er vertur hjá forsetanum, meðan hann er í Danmark. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, verður eisini við til døgurðan hjá drotningini fríggjadagin. Grønland roynir eisini at fáa okkurt burturúr, nú forsetin í Kina kemur til Danmarkar, millum annað fyri vinnulívið. Føroyar hava onga slíka ítøkiliga ætlan. Løgmaður fer til døgurðan hjá drotningini, og tað verður tað. Makrelurin gav nógv í lønum í fjør summar. Ongantíð hava føroyingar fingu so nógva løn seinastu tvey árini sum í august og september í fjør, sigur Hagstovan, sum hevur gjørt eitt yvirlit, har lønirnar eru árstíðarjavnaðar. Í august og september í fjør fóru lønirnar upp um 590 milliónir krónur um mánaðin. Annars vóru lønirnar úr 587 milliónum í apríl í fjør upp í 580 milliónir í mai í ár, eftir at tølini eru árstíðarjavnað. Stórur munur er á gongdini millum ymsu høvuðsvinnubólkarnar. Langtíðargongdin vísir framgongd í tænastuvinnunum, serliga teimum privatu. Vøkstur og afturgongd Í fiskivinnuni og aðrari ráevnisvinnu er vøkstur fram til heystið 2011, tá tað aftur vendir til eina munandi afturgongd. Í byggivinnu og aðrari tilvirkingarvinnu gongst verri, har er javnt og samt fall í lønargjaldingunum, sigur Hagstovan. Tænastuvinnurnar eru nógv tær størstu vinnurnar. Tá hesar eisini eru í støðugum vøkstri, draga tær heildar lønargjaldingarnar uppeftir, hóast gongdin í framleiðsluvinnunum ikki er so góð. Tá lønir verða árstíðarjavnaðar, eru tær reinsaðar fyri árstíðaravvik, sum til dømis afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Tað merkir, at til ber at hyggja at gongdini mánað fyri mánað, uttan at reglulig sveiggj millum árstíðirnar órógva samanberingina. TAKS eigur at sleppa at strika skuld, sum ikki er so stór, og gera rentufríar gjaldsavtalur av skuld upp til 50.000 krónur Tað heldur Kærustovnurin, sum enn eina ferð í ársfrágreiðingini fyri 2011 ger vart við, at mannagongdin, sum er neyðug fyri at fylgja ásettu lógarkrøvunum um skuldarumskipan, er tung og virkar nakað stirvin, tá talan er um lítla skuld. Kærustovnurin umsitur eisini nevndina, sum viðger umsóknir um at umskipa almenna skuld. Nevndin fekk 19 umsóknir í fjør. Tað er tað minsta síðani 2005. Drúgv viðgerð Skuldarumskipanarnevndin avgreiddi 18 mál í fjør og strikaði góðar 2,4 milliónir krónur í skuld til tað almenna. Men viðgerðartíðin er drúgv. Miðalviðgerðartíðin var átta og hálvan mánað í fjør. Serliga verður bíðað leingi eftir svari frá kommununum, miðaltíðin er hálvur fimti mánaður. Ummælistíðin hjá TAKS var í miðal ein mánaður í fjør, men Studni svarar skjótt, har er miðal viðgerðartíð fýra dagar. Men viðhvørt verður eisini bíðað leingi eftir upplýsingum frá umsøkjaranum sjálvum, sigur Kærustovnurin. 19 umsóknir Av teimum 19 umsóknunum, sum komu í fjør, vóru níggju um skattaskuld, fýra um rentur, fýra um ymiska skuld, ein um meirvirðisgjald og ein um lestrarskuld. Har sum Skuldarumskipanarnevndin ikki hevur strikað skuld, hevur talan í nógvum førum verið um mál, har skuldin er lítil samanborin við ogn og inntøku hjá umsøkjaranum, ella hevur umsøkjarin frívirði í fastari ogn. Í nøkrum førum hevur Taks trygt veð fyri skuldini. Allir føroyskir grannskoðarar eru nú savnaðir í einum felag. Felagið hjá løggildu grannskoðarunum og felagið hjá skrásettu grannskoðarunum vórðu løgd saman fríggjadagin. Felagið eitur Felagið Føroyskir Grannskoðarar. Endamálið er at verja áhugamálini hjá limunum í øllum viðurskiftum. Nevndirnar hava í eina tíð arbeitt við at leggja feløgini saman, fyri á tann hátt at fáa eitt breiðari felag, sum er betur ført fyri bæði at verja og at stimbra limir felagsins. Eisini fyri at kunnu vera ein effektivari við og mótspælari hjá almennu myndugleikunum, tá talan er um lógir og lógarbroytingar, sum á ein ella annan hátt hava ávirkan á grannskoðaravinnuna ella vinnuna sum heild. Á stovnandi aðalfundinum, sum varð hildin á Hotel Tórshavn, vórðu flest allir góðkendu grannskoðararnir í Føroyum bæði løggildir og skrásettir, sigur felagið í tíðindaskrivi. Fýra fólk manna nevndina í felagnum Føroyskir Grannskoðarar. Jógvan Amonsson er formaður, Mark Højgaard, næstformaður, Mirjam Haraldsen, peningarøkil og Óla Frits Joensen er skrivari. HB EB Streymur EB Streymur tók øll trý stigini við úr Gundadali. Einasta málið í dystinum kom longu í 11.minutti, tá ein stórspælandi Hans Pauli Samuelsen legði sundalagsmenn á odda. EB Streymur var fleiri ferðir nær HB málinum, men Teitur Gestsson átti sín lut í, at ikki fleiri mál komu í dystinum, sum endaði 1 0 til EB Streym. FC Suðuroy Víkingur Dysturin vesturi á Eiðinum var ikki meir enn byrjaður, tá ið Palli Augustinussen legði heimaliðið á odda. Víkingur hevði bóltin tað mesta av dystinum og royndi sum frægast at leggja trýst á FC Suðuroy. Møguleikarnir vóru nógvir, millum annað eitt brotsspark, sum Evrard Bl eacute misnýtti. Trýstið gav tó úrslit beint fyri leiklok, tá ið Atli Gregersen javnaði fyri Víking til endaliga úrslitið 1 1. ÍF TB Dysturin í Fuglafirði endaði somuleiðis við javnleiki, hóast ÍF var spælstýrandi fyri tað mesta og høvdu fleiri stórar málmøguleikar. Umframt skot á stongina, fekk ÍF eitt brotsspark, sum Karl Løkin tó misnýtti. Clayton Soares legði heimaliðið á odda miðskeiðis í seinna hálvleiki. Seinastu løtuna spældu TB við 10 monnum, eftir at Martin Tausen bleiv vístur av vølli. Men stutt fyri leiklok javnaði Igor Grkajac fyri TB til endaliga úrslitið 1 1. B68 B36 Á Svangaskarði byrjaði dysturin heldur stillisliga uttan stórvegis málmøguleikar, men eftir eitt korter fekk B68 horna, sum Einar Hansen legði innfyri B36 málið. Ndende var hægstur á bóltinum og stútaði hann í málið til 1 0. Hendan støðan helt sær til miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá ið Lukasz Cieslewiecz við einum einmansavriki javnaði til 1 1, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið. NSÍ KÍ Fimti dysturin í 11.umfari bleiv spældur leygarkvøldið á Eystanstevnu, tá ið KÍ vann 2 0 ímóti NSÍ við Løkin í Runavík. Páll Klettsgarð stóð fyri báðum málunum í dystinum. 1. EB Streymur 24 2. Víkingur 21 3. HB 18 4. KÍ 18 5. ÍF 18 6. B36 15 7. TB 13 8. B68 11 9. NSÍ 10 10. FC Suðuroy 3 12. umfar er á skránni mikukvøldið og tá eru dystirnir hesir Felagskvotur við hámarki, í onkrum førum 10 prosent, skulu forða fyri olympiskum fiskaríi í ár. Nótaskipini sleppa at goyma 10 prosent av sínum kvotum til næsta ár. Men tey kunnu eisini fiska 10 prosent meira í ár og so fáa tað minni næsta ár. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur lýst kunngerðina um makrelfiskiskapin í summar. Nótaskipini eginkvotu Makrelkvotan í ár er 134.075 tons. Og harafturat eru 6.075 tons, sum ikki vórðu fiskað í fjør, flutt til í ár. Nótaskipini fáa 55.000 tons. Nótaskipini hava egnar kvotur. Øll hini, uttan trolbátarnir, hava felagskvotur við hámarki. Hámarkið verður tað sama fyri øll í bólkinum. Í uppskotinum um kunngerðina vóru línuskipini og útróðrarbátarnir saman um 8.000 tons. Í kunngerðini, sum er lýst í dag og kemur í gildi í morgin, fáa línuskipini 5.000 tons. Kvotan er felagskvota, men einki skip kann tó fiska meira enn 500 tons. Útróðrarbátar, garnaskip og tey, sum royna eftir skeljum, fáa eina felagskvotu upp á 3.000 tons at býta, men eingin kann tó fiska meira enn 300 tons. Flakatrolarar 4.000 tons Annars fáa trolararnir, sum royna í Barentshavinum, 4.000 tons, ídnaðarskip fáa 9.000 tons, trolarar, sum millum annað ikki sleppa í føroyskan sjógv, fáa 6.000 tons, rækjuskipini fáa 8.000 tons, ísfiskatrolarar fáa 30.000 tons og trolbátar 2.000 tons. Freistin at søkja um loyvi at fiska makrel er 18.juni. Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum. TAKS hevur slept kærumálunum um samdøgursfrádrátt og skatting av fríari ferð fyri 2009 og 2010. Orsøkin er lógarbroytingin, sum løgtingið hevur samtykt um skattaviðurskiftini hjá føroyingum, sum sigla ella arbeiða á landi uttanlands. Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS, sigur, at lógarbroytingin leggur upp fyri hesum kærumálum, og tí verður ikki farið víðari við teimum. Persónar, sum arbeiða uttanlands, men sum hava fulla skattskyldu í Føroyum, hava higartil fingið frádrátt fyri tær meirútreiðslur, ið standast av at arbeiða uttanlands. Men nú verður samdøgursfrádrátturin, sum hann eisini verður nevndur, tikin av hjá flest øllum føroyingum, ið arbeiða uttanlands. Eyðun Mørkøre sigur, at lógarbroytingin í ávísan mun fer at gera umsitingina hjá TAKS lættari. Tey, sum sleppa at fiska makrel í summar, sleppa av hava 10 prosent av sild sum hjáveiðu. Í uppskotinum um kunngerð um makrelfiskiskapin í ár var hjáveiðan annars fimm prosent. Men tað er hækkað í endaligu kunngerðini, sum verður lýst seinni í dag, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður. Kunngerðin var á landsstýrisfundi fyrrapartin. Jacob Vestergaard sigur, at annars eru ikki stórvegis broytingar gjørdar í kunngerðini. Og tað verður ikki loyvt at seta gørn eftir makreli inni við land. Tað verður gjørt fyri at verja laks og fugl. Fiskastovnarnir undir Føroyum eru illa fyri, og ICES mælir framvegis til, at veiðutrýstið minkar, sigur Havstovan. Altjóða havrannsóknarstovnurn kunngjørdi fyrrapartin síni tilmæli um fiskiskapin eftir botnfiskastovnum undir Føroyum. Um toskin á landgrunninum sigur ICES, at hóast gýtingarstovnurin veksur spakuliga, er hann framvegis nærindis minsta markinum fyri, hvat ið er ráðiligt. Veiðitrýstið hevur verið í minking síðani 2002, men er framvegis ov stórt. Tilgongdin seinastu árini hevur verið undir miðal, og ICES mælir til, at veiðitrýstið á tosk minkar 63 prosent samanborið við miðalveiðitrýstið seinastu trý árini, og veiðitrýstið eigur tí ikki at vera størri 16 prosent. Toskastovnurin á Føroyabanka hevur verið sera illa fyri í mong ár, og eingi tekin eru um, at hann er í menning. ICES mælir tí framvegis til, at eingin toskafiskiskapur verður á Føroyabanka, fyrr enn yvirlitstrolingarnar hjá Havstovuni vísa, at stovnurin er komin fyri seg aftur. Hýsa og upsi Gýtingarstovnurin av hýsu hevur søguliga ongantíð verið so litil sum nú, og síðani 2010 hevur hann verið mettur undir minstamarkinum fyri, hvat er ráðiligt. ICES endurtekur ráðini frá í fjør og sigur, at eingin beinleiðis hýsufiskiskapur eigur at vera. Hjáveiða av hýsu eigur at vera so lítil sum gjørligt. ICES sigur, at neyðugt er at gera eina ætlanin fyri, hvussu stovnurin kann koma fyri seg aftur. Gýtingarstovnurin av upsa er minkaður munandi síðani 2006, men hann er hampiliga væl fyri. Veiðitrýstið er minkað síðani 2009, men er størri enn ráðiligt. Tilgongdin hevur verið yvir miðal seinastu árini, men ICES mælir ti at minka veiðitrýstið á upsa 44 prosent samanborið við miðalveiðitrýstið seinastu trý árini, so tað í mesta lagi verður 22 prosent. Tey, sum ráddu fyri borgum í føroyska partinum av gamla Eik Banka, fáa seinni í mánaðinum at vita, um tey verða stevnd ella ikki. Carsten Fode, advokatur hjá Kroman Reumert, sum í løtuni fyrireikar stevning móti bankaleiðsluni, sigur við útvarpið, at arbeiðið at fyrireika stevningina gongur eftir ætlan, og tað væntandi verður liðugt fyri mánaðarskiftið. Í desember varð Carsten Fode liðugur at fyrireika rættarmálið móti leiðsluni í danska partinum av gamla kollsiglda Eik Banka. Í hesum málinum eru átta persónar, teirra millum Marner Jacobsen, fyrrverandi nevndarlimur, og Brian Toft, stjóri, eru stevndir eftir tilsamans 250 milliónum krónum. Avgjørt er, at rættarmálið, sum varð reist í rættinum í Holbæk, fer beinleiðis í landsrættin, tí tað verður mett at hava avgerandi samfelagsligan áhuga. Ákærurnar byggja á ta advokatkanning, Carsten Fode gjørdi fyri Fíggjarligt Støðufesti í fjør summar. Hon staðfesti, at tað er rætt at gera endurgjaldskrav galdandi móti eini røð av fleiri føroyskum stjórum og nevndarlimum, tí tey ikki hava hildið tær skyldur, sum tey høvdu sambært galdandi lógum á økinum. Tað, sum verður spart í kavarudding, fer ikki at spara allan kostnaðin av einum tunli til Gjáar. Tað sigur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, sum hevur svarað einum grein 52 spurningi fra Helga Abrahamsen, løgtingsmanni úr Sambandsflokkinum. Hann vildi vita, hvat kavaruddingin av leiðini til Gjáar kostar samanborið við kostnaðin av einum tunli. Ein tunnil til Gjáar verður mettur at kosta millum 115 og 150 milliónir krónur, alt eftir hvør loysn verður gjørd. At dagføra verandi veg verður mett at kosta einar 30 til 35 milliónir krónur tað merkir, at neyðug víkipláss verða gjørd, og vegurin annars verður tryggjaður. Sostatt er munurin millum stuttu tunnilsloysnina og dagføringina av vegnum um 80 milliónir krónur. Mett verður, at kavaruddingin av teininum Funningur Gjógv er umleið 400.000 krónur árliga, upplýsir Kári P. Højgaard í svarinum. Dýrari at reka tunnil Tað er munandi dýrari at reka ein tunnil enn ein veg. Rakstrarkostnaðurin av einum tunli til Gjáar hevði ligið um 1,8 til 2,2 milliónir krónur árliga, alt eftir hvør loysn verður vald, og tá slepst heldur ikki undan kavarudding við tunnilsmunnarnar. Tessvegna fer ein tunnil ikki at spara allan kostnaðin av at grava kava á farleiðini til Gjáar, staðfestir landsstýrismaðurin í svarinum. Tað er als ikki nøktandi, at Posta hevur hall í rakstrinum. Og felagið skal síggja til, bæði at tryggja og forrenta eginpeningin. Tað sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, í svari til grein 52 fyrispurning frá Poul Michelsen, tingmanni og formanni í Framsókn. Poul Michelsen spurdi millum annað, um Posta sleppur at hava undirskot, til øll eginognin er brúkt, uttan at nakar talar at. Og løgtingsmaðurin vil eisini hava at vita frá Johan Dahl, um hann heldur tað vera í lagi, at Posta seinastu fimm árini hevur brúkt yvir 20 milliónir krónur til at kappast við privatu flutningsfeløgini. Seta ikki meiri pening í Posta Eg haldi ikki, at hetta er ein spurningur um rímiligheit. Hóast nevnd og stjóri hava arbeitt miðvíst við at gera rationaliseringar, effektiviseringar og optimera raksturin, hevur tað víst seg at vera trupult at fáa raksturin at hanga saman, ljóðar svarið frá landsstýrismanninum, sum hevur ábyrgd av Posta. Poul Michelsen vísir í spurninginum á, at í eini privatari fyritøku verður kravt, at eginognin verður forrentað, og varð sama kravið sett til Posta, var samlaða undirskotið hesi seinastu fimm árini oman fyri 35 milliónir krónur, sigur hann. Sambært Johan Dahl fær Posta javnvág á rakstrinum í ár og avlop næsta ár. Og landskassin hevur ongar ætlanir um at seta meira eginpening í Posta, upplýsir landsstýrismaðurin í svarinum. Kina ætlar at gera íløgur í Grønlandi, og væntandi verða avtalur undirskrivaðar, tá kinesiski forsetin, Hu Jintao, kemur á vitjan í Danmark hósdagin. Kina ætlar at nýta milliardir av krónum til floghavnir og til havnina í Nuuk. Kinesiski áhugin fyri Grønlandi er kveiktur, tí olja, gass og onnur evni eru í grønlendsku undirgrundini. Kina ger íløgur kring heimin, til tess at tryggja landinum rávørur í framtíðini. Í mong ár hevur Kina gjørt íløgur í afrikanskum londum, og hildið verður, at ein millión kinverjar starvast í Afrika. Berlingske skrivar, at Kina hevur ætlanir at nýta 170 milliónir krónur til at útbyggja floghavnina í Nuuk og í Illulisat, og at nýta 640 miljónir krónur til eina nýggja floghavn í Qaqortoq í Suðurgrønlandi. Floghavnin skal avloysa verandi floghavn, sum amerikanarar bygdu undir seinna heimsbardaga. Kina ætlar eisini at nýta 100 milliónir kr, til floghavnina í Syðra Streymfirði. Og 400 milliónir krónur skulu nýtast at útbyggja havnina í Nuuk. AElig tlanin hjá íslendsku stjórnini at krevja nógv størri tilfeingisgjald frá flotanum hevur fingið øði í reiðararnar. Nógv íslendsk fiskiskip hava ligið síðani mánadagin. Og í dag er havnin í Reykjavík full av fiskiskipum, sum eru komin hagar at mótmæla tilfeingisgjaldinum hjá ríkisstjórnini. AElig tlanin er tó, at flotin fer útaftur eftir mótmælisfundin hjá reiðarunum á Austurvølli við altingið seinnapartin Semja er heldur ikki í íslendsku stjórnini um uppskotið hjá fiskimálaráðharranum um tilfeingisgjaldið. Altingið skuldi fara í summarfrí tann 31.mai, men er ikki sloppið heim enn, tí uppskotið um tilfeingisgjaldið er ikki liðugt viðgjørt. Danski verjumálaráðharrin, Nick Hækkerup, hevur gjørt av at niðurleggja ovastu leiðsluna í herinum, Forsvarskommandoen, og leggja stovnin beinleiðis undir verjumálaráðið. Tilsamans skal danska hervaldið spara tríggjar milliardir krónur, og við at leggja verjuleiðlsuna undir verjumálaráðið verða spardar 30 milliónir krónur. Umleið 75 størv verða niðurløgd. Nick Hækkerup sigur við danskar fjølmiðlar, at stjórnin vil nútímansgera ovastu verjuleiðsluna, og tað verður gjørt við at samansjóða sivila partin og herleiðsluna. Verjuleiðslan umfatar herin, flogvápnið og sjóverjuna. Hon varð stovnað í 1969. Statoil fer at nýta boripallin COSL Pioneer til leitiboringina í Brugdan 2 brunninum í summar. Boringin byrjar um hálvan juni og verður mett at taka í mesta lagi 131 samdøgur. Tá er tíðin, sum tað tekur at flyta boripallin á staðið, at bora og læsa brunnin og flyta pallin, íroknað. Umhvørvisstovan hevur givið Statoil loyvi at nýta og at beina burtur kemikalium, ið verða nýtt í sambandi við boringina. Umhvørvisstovan hevur lagt dent á, at kemikaliini ikki verða seint brotin niður í náttúruni, ikki hópast upp í livandi verum, og at tey ikki eru eitandi. Umleið helvtin av teimum, sum hava verið í starvsvenjingarskipanini hjá ALS, hava fingið arbeiði. Ernst Jacobsen, stjóri í ALS, sigur við Dimmalætting, at fleiri enn 200 fólk hava roynt skipanina, og helvtin av teimum hevur fingið arbeiði. Tey eru ið hvussu er ikki skrásett í ALS longur. Farið varð undir starvsvenjingarskipanina fyri hálvum øðrum ári síðani, í eini roynd at fáa arbeiðsleys aftur á arbeiðsmarknaðin. ALS og arbeiðsplássið rinda í felag lønina í fimm mánaðir. Tann arbeiðsleysi fær arbeiðsloysisstuðul frá ALS, og arbeiðsplássið rindar upphæddina, sum vantar í, tí talan er um ein vanliga starvssetan. Ernst Jacobsen sigur, at tað vísir seg at vera munandi lættari at søkja um arbeiði, tá tú longu ert á arbeiðsmarknaðinum. Arbeiðsleys við Norrønu Onnur tiltøk hava eisini verið roynd, til tess at fáa arbeiðsleys aftur á arbeiðsmarknaðin. Tá tað frættist, at Smyril Line ætlaði sær uttanlands eftir arbeiðsmegi, setti ALS seg í samband við felagið. 140 fólk fóru ein royndartúr við Norrønu, við stuðli frá ALS. Tá avtornaði, høvdu 40 fólk fingið starvs, sigur Ernst Jacobsen við Dimmalætting. Við stórum meiriluta samtykti Fólkatingið í dag endaliga lógina, ið loyvir samkyndum verða vígd í kirkju. Orðaskiftið við triðju viðgerð vardi meiri enn tríggjar tímar. Tá málið kom til atkvøðugreiðslu, atkvøddu 85 fyri, 24 atkvøddu ímóti, og tveir limir atkvøddu blankt. Tinglimirnir í Javnaðarflokkinum, Sosialistiska Fólkaflokkinumi, Teimum Radikalu, Eindarlistanum og Liberal Alliance atkvøddu øll fyri uppskotinum, meðan Danski Fólkaflokkurin atkvøddu ímóti. Úr Vinstra atkvøddu 18 fyri og níggju ímóti, í Konservativa Flokkinum atkvøddu fýra fyri og tvey ímóti. Fólkatingslimirnir úr Føroyum og Grønlandi vóru ikki staddir í fólkatingssalinum, meðan atkvøtt varð, eins og 62 aðrir fólkatingslimir. Landsbókasavnið fer nú at kanna møguleikarnar fyri at keypa handritið hjá Williami Heinesen, Den Yderste Tid , sum varð selt á uppboði týsdagin. Ein føroyskur privatpersónur keypti handritið og sigur, at føroysku myndugleikarnir kunnu keypa handritið frá honum fyri sama prís, sum hann keypti tað fyri. Skotbráðið var stutt, og Landsbókasavnið kundi ikki finna pengarnar í eini skjótari vend til uppboðssøluna týsdagin. Men nú fer savnið at kanna møguleikan at keypa handritið. Tað kann koma upp á tal at fáa sponsorar at fíggja keypið, sigur Erhard Jacobsen, leiðari á Landsbókasavninum. Landsbókasavnið hevur okkurt upprunatilfar eftir William Heinesen, men ikki so nógv. Og tí er hetta handritið rættiliga áhugavert. Føroyski keyparin, sum vil vera ónevndur, keypti handritið fyri 95.000 krónur umframt avgreiðslugjøld. Martin V. Heinesen, jarðfrøðingur er valdur í landgrunsnevndina hjá ST í eitt fimm ára skeið. Hann varð uppstillaður sum valevni fyri danska ríkið, og fekk stuðul úr øllum Norðurlondunum. Uppgávan hjá landgrunsnevndini er at viðgera landgrunskrøv hjá strandalondum og gera tilmæli um teirra landgrunsmørk uttan fyri 200 fjórðingar. Landgrunsnevndin hevur sæti í New York og arbeiðir har millum 21 og 26 vikur um árið. Teir 21 limirnir í landgrunsnevndini eru serfrøðingar í jarðfrøði, jarðalisfrøði og vatnfrøði, er hydrografi. Teir verða valdir úr ymsum heimspørtum fyri at tryggja eina landafrøðiliga javnvág. Martin V. Heinesen hevur starvast sum leiðari á Jarðfrøðisavninum, og í 1990 árunum var hann limur í Oljuráðleggingarnevndini hjá landsstýrinum og stjóri á Oljufyrisitingini. Hann var limur í nevndini, sum samráddist við Bretland um landgrunsmarkið. Síðan 2003 hevur Martin verið leiðari fyri landgrunsverkætlanina, sum fyrireikaði landgrunskrøvini út um 200 fjórðingar norðan fyri og sunnan fyri Føroyar. Krøvini vórðu latin ST í ávikavist apríl í 2009 og desember í 2010. Grikkaland er í svárari fíggjarkreppu, og sum stein oman á byrðu missir landið nú eisini ferðafólkini. Í mai mánaði vóru bíleggingarnar frá ferðafólkum bert ein triðingur av tí, tær vóru sama mánað í fjør, skrivar Wall Street Journal. Fólk tora ikki at fara til Grikkalands, tí tey óttast fyri, at tey ikki fáa mat og pengar í landinum. Eg havi fingið spurningar frá viðskiftafólkum, um tað er nóg mikið av mati og pengum í landinum, ella um tey sleppa av oynni aftur, sigur Christina Tetradis, forkvinna fyri Laga nas gistingarhúsini á oynni Zakynthos. Har er talið á týskum ferðafólkum minkað 40 prosent í ár, bretar eru 20 prosent færri, og talið á írskum ferðafólkum er minkað niður í eina helvt. At ferðafólkini svíkja er ein stórur trupulleiki fyri grikska búskapin, tí ferðavinnan er 16 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni. Ein fimtingur av fólkinum í Grikkalandi arbeiðir í ferðavinnuni. Umleið 4.500 føroyingar hava sukursjúku. Tað metir Kristiana Rein, forkvinna í Diabetesfelagnum, sum um vikuskiftið er vertur fyri norðurlendsku diabetesráðstevnuni Nordic Diabetes Forum í Havn. Á ráðstevnuni umrøða norðurlendsku diabetesfeløgini læknalig, sosial og politisk viðurskifti, ið hava við sjúkuna at gera. Í Føroyum eru umleið 350 fólk, sum hava typu 1 diabetes, og 2.000 fólk hava fingið staðfestt typu 2. Samstundis verður roknað við, at eins nógv hava diabetes, men hava ikki fingið staðfest sjúkuna. Sostatt verður mett, at umleið 4.500 føroyingar hava sukursjúku. Insulinpumpur vinna frama Á ráðstevnuni verður millum annað nomið við, hvussu diabetes ávirkar sálarlívið, hvørja ávirkan náttúruumhvørvið kann hava, og hugt verður eisini nærri at, hví insulin og insulin pumpur tykjast vinna frama í Norðurlondum. Kristiana Rein sigur, at Nordic Diabetes Forum er eitt kærkomið høvi hjá norðurlendsku diabtesfeløgunum at hittast og umrøða mál av felags áhuga. Nógvir føroyingar hava sjúkuna, og tí hevur tað týdning at verða dagførd um ta nýggjastu vitanina og granskingina á økinum, sigur forkvinnan í Diabetesfelagnum. Fólkatingið fer í dag væntandi at samtykkja, at samkynd kunna giftast í kirkju. Triðja viðgerð av lógaruppskotinum byrjar fyrrapartin Nógv í andstøðuni eru ímóti uppskotinum, eitt nú í Vinstra, Konservativa flokkinum og Danska Fólkaflokkinum, men kortini verður væntað, at lógin verður samtykt. Framsøgumaðurin hjá Vinstra, Ejvind Vesselbo, vil ikki siga, hvussu Vinstri fer at atkvøða, men fólkatingslimirnir atkvøða eftir egnari sannføring, tá tað snýr seg um etisk mál. Danska kringvarpið sigur, at stórir partar av Vinstra fara at atkvøða fyri lógaruppskotinum. Fjórða frálandaskipið hjá Supply Service í Lorvík, Tórsborg, kemur á Havnina 30. juni. Tá verður hátíðarhald á Vestaru Bryggju, og skipið verður navngivið. Hini trý skipini, sum Supply Service eigur, eru Eldborg, Sæborg og Sjóborg. Prísurin fyri tey fýra skipini er umleið 1,2 milliardir krónur tilsamans. Umleið 100 føroyingar manna skipini umframt virksemið, sum er á landi. Í næstum flytir Supply Service úr Lorvík til Havnar, og tá verða skipini skrásett í høvuðsstaðnum. Fiskiskapurin eftir hýsu í føroyskum sjógvi er minkaður støðugt síðani 2003. Í fjør var fiskiskapurin søguliga lágur, einans 3.500 tons vórðu fiskað í føroyskum øki. Hagtøl hjá Hagstovuni vísa, at í fjør fiskaðu føroysk skip tilsamans 355.000 tons á øllum havleiðum, tað eru 40.000 tons færri enn árið fyri. Serliga fiskiskapurin eftir toski og hýsu er minkaður í heildarveiðini seinnu árini. Toskurin er minkaður áleið eina helvt síðani 2003, og hýsunøgdin er hesa tíðina minkað heilt niður í umleið 6.000 tons. Støðan er munandi verri, um vit tosa um fiskiskapin burturav undir Føroyum. Í fjør vórðu sløk 12.000 tons av toski fiskað, men hýsan er um at hvørva úr føroyskum sjógvi. Í 2003 fiskaðu føroyingar góð 27.000 tons av hýsu, men í fjør bert ein sjeyndapart, ella 3.600 tons av hýsu. Skiparin á trolbátinum Birtingi, Óli Sørensen, vísir á, at einki æti er, og at kalla eingin svartfuglur sæst longur. Høgni Hoydal kærdi til landsstýrismálanevndina, at Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður ikki kunnaði uttanlandsnevndina, áðrenn hann fór undir samráðingar við donsku stjórnina um at hækka blokkstuðulin, og gjørdi av at steingja sendistovuna í London og flyta virksemið til Bruxelles. Landsstýrismálanevndin umrøddi kæruna á fundi í dag, men kom ikki á mál við viðgerðini, sigur Sirið Stenberg, forkvinna. Landsstýrismálanevndin vil hava nærri upplýsingar og greiningar, áðrenn hon kann taka endaliga støðu. Tí kemur kæran fyri aftur á fundi í landsstýrismálanevndini, sum verður 19. juni. Prísjavna skattastigan Hin kæran snýr seg um ætlanina hjá Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, sum í kunngerð ætlaði at sleppa at prístalsviðgera skattastigan. Tað mettu tingfólkini, Kristina Háfoss, Eyðgunn Samuelsen, Helena Dam á Neystabø og Poul Michelsen, verða brot á stýrisskipanarlógina, tí skattur kann bert ásetast við lóg. Tey kærdu tí málið til landsstýrismálanevndina. Málið kom ikki aftur úr nevnd, tí ivi varð sáddur um tað. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, hevur boðað frá, at hann fer at kanna, um ætlanin hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum er í stríð við stýrisskipanarlógina. Tann kanningin verður ikki liðug fyrr enn hálvan juli. Tí hevur Landsstýrismálanevndin gjørt av, at útseta viðgerðina av málinum, fyri at vita hvussu leikur fer. Men málið er ikki slept, sigur Sirið Stenberg, forkvinna í landsstýrismálanevndini. Stafett luttøkan bleiv meira ella minni tryggjað fyri góðari tíð síðan, tá Pál Joensen við fram úr svimjing var við til at tryggja dønum eina tíð niðan fyri 7.15.66. Tíðin bleiv 7.15.38. Tó hevur luttøkan verið í vanda, tí danska OL liðið hevur bíðað eftir, um nakað annað land fór taka seg fram um teir. Men so bleiv ikki, Danmark er millum tey sekstan londini, sum luttaka í OL stafettini, og tað merkir, at Pál Joensen eisini verður við har. Nevnd er nú sett at fyrireika høllina, ið skal hýsa 50 metra svimjihylinum í Gundadali í Havn. AElig tlanin er at byggja høllina undir liðini á verandi svimjihøll, har ÍSF húsið stendur. Tað ber í sær, at ÍSF húsið annaðhvørt verður tikið niður, ella verður flutt. Í bygginevndini sita Jógvan Arge, Bogi Andreasen og Elin Lindenskov fyri Tórshavnar býráð, Eydna Justinussen, fíggjarleiðari í kommununi, Harald Bjørgvin, húsavørður, og Jákup Simonsen, leiðari á mentamáladeildini, ið er formaður. Rágevar eru Jón Hestoy úr Svimjisambandinum og Eyðun Húsgarð úr Havnar Svimjifelag. Tað fyrsta, nevndin fer at gera, er ein byggiætlan og ætlan fyri sjálvt økið. Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at byggingin fer á ongan hátt at órógva verandi svimjihøll, hóast hallirnar seinni fáa felags funksjónir. Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, og danski almannamálaráðharrin, Karen Hækkerup, eru samdar um at styrkja samstarvið á almannaøkinum millum Føroyar og Danmark. Semja er um at víðka fráboðanarskylduna, tá familjur við børnum við serligum avbjóðingum flyta millum Føroyar og Danmark, so eisini donsku kommunurnar fáa heimild at senda víðari málsupplýsingar millum danskar og føroyskar myndugleikar. Tað vil altíð verða okkara mál at bjóða øllum okkara børnum og ungum tilboð her heima, men enn eru vit av og á noydd at leita til Danmarkar eftir besta tilboðnum. Í teimum førum er tað av avgerandi týdningi, at bæði føroyskir myndugleikar og familjurnar sjálvar kunnu kenna seg tryggar við at at senda børn og ung á stovn í Danmark. Tí er styrkta samstarvið týdningarmikið og at fegnast um, sigur Annika Olsen. Tað er avgerandi, at vit syrgja fyri, at børn við sosialum trupulleikum fáa ta hjálp, sum tey hava brúk fyri, sama um tey búgva í Danmark ella í Føroyum. Og hjálpin má ikki seinkast, tí flutt verður innan ríkisfelagsskapin. Tí eri eg fegin um, at landsstýriskvinnan í almannamálum og eg eru samdar um at styrkja samstarvið á hesum øki. Annika Olsen og Karen Hækkerup eru isini samdar um, at kommunurnar skulu kunnast betur um samstarvið á almannaøkinum í ríkisfelagsskapinum. Fyri at lætta um málsgongdina og gera viðurskiftini greiðari á hesum øki, verður tí millum annað sett í verk eitt vegleiðingarátak, so donsku og føroysku kommunurnar ikki eru í iva um hvat er galdandi, tá familjur flyta millum londini. Nú ber til at keypa lánsbrøv, sum landsstýrið hevur boðið út, fyri eina milliard og 123 milliónir krónur. Í Føroyum hava Bank Nordik og Eik Banki keypt ein part av lánsbrøvunum, og harumframt hava danskir og týskir íleggjarar keypt. Lánbrøvini verða nú seld víðari, og tey verða skrásett á danska og íslendska keypsskálanum 11. juni. Peningurin skal millum annað nýtast at fíggja 140 milliónir krónur av hallinum á fíggjarlógini í ár. 930 milliónir krónur skulu nýtast at gjalda onnur brævalán aftur og avdrátt av øðrum láni, og 53 milliónir krónur skulu nýtast til at endurfíggja afturkeyp av lánsbrøvum. Í sambandi við, at lánsbrøv verða afturkeypt, verður brævalánið, sum gongur til 2018, minkað samsvarandi. Hálvt annað prosent í rentu Lánsbrøvini, sum nú verða boðin til sølu, hava fasta rentu, 1, 5 prosent um árið. Rentan til íleggjarar er lægri, 1,43 prosent. Landsbankin og Nordea Bank hava fyrireikað lántøkuna. Lánsbrøvini fella til gjaldingar 11. juni í 2015. Rentan er nógv lækkað hesaferð, tí rentan á brævaláninum, sum landsstýrið seldi í fjør, var 3,8 prosent um árið. Tað brævalánið gongur í fimm ár. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, sigur, at hann fegnast um lágu rentuna, og at sølan hevur fingið væl. Kærustovnurin fekk færri kærur í fjør enn árini frammanundan. 326 kærur komu í fjør. Í miðal komu 400 kærur um árið árini 2008, 2009 og 2010. Kærustovnurin fevnir um sjey kærunevndir og skuldarumskipanarnevndina. Onnur hvør kæra, sum kemur, er til Kærunevndina í almanna og heilsumálum, sambært ársfrágreiðingini hjá Kærustovninum. 314 mál vórðu avgreidd í fjør, nógv færri enn tey bæði undanfarnu árini. Nevndin, sum viðger umsóknir um at umskipa almenna skuld, fekk 19 umsóknir í fjør. Tað er minsta síðani 2005. Skuldarumskipanarnevndin avgreiddi 18 mál í fjør og strikaði góðar 2,4 milliónir krónur í skuld til tað almenna. Arbeiðið at endurskoða alla fiskivinnulógávuna er byrjað. Allir flokkar á tingi eru við í arbeiðinum, sum byrjaði mánadagin. Fyrst og fremst lógin um vinnuligan fiskiskap frá 1994 skal endurskoðast. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, miðar eftir at hava eina nýggja fiskivinnulóggávu lidna til seinasta framløgudag í næstu tingsetu, tað er fyrst í mars 2013. Arbeiðið er umfatandi. Uppskot skal gerast um, hvussu gjøld kunnu áleggjast fiskivinnuni, hvussu brúksskylda skal fylgja við fiskirættindum, hvussu fiskiskip skulu bólkast og um útlendskan eigarapart í føroyskum fiskiførum. Fyrst og fremst embætisfólk í Fiskimálaráðnum fara at endurskoða lógina um vinnuligan fiskiskap. Afturat teimum er so politiski fylgibólkurin við umboðum úr øllum flokkum. Vinnumálaráðið hevur rykt danska Ferðslumálaráðið eftir svari, um pengarnir til at beina burtur krútið við flogvøllin kunnu takast úr Íleggingargrunninum. Johan Dahl, landsstýrismaður hevði fyrst í mai fund við danska ferðslumálaráðharran, Henrik Dam Kristensen, um at fáa tær 27 miljónir krónur, sum tað kostar at beina krútið burtur, úr Íleggingargrunninum. Johan Dahl sigur, at Henrik Dam Kristensen lovaði at taka málið upp við donsku stjórnina. Men enn hevur hann einki frætt aftur. Skal landsstýrið fáa pengarnar, so er neyðugt, at danska stjórnin biður fólkatingið um loyvi, tí Íleggingargrunnurin er undir donskum valdi. Tá Vága Floghavn kom á føroyskar hendur, var avtala gjørd um, at 365 miljónir krónur, skuldu takast úr Íleggingargrunninum, til at fíggja útbyggingina í Vágum, sum fevnir um at leingja flogvøllin, byggja nýggja farstøð, og aðrar ábøtur. Teir pengarnir skulu ikki gjaldast aftur í grunnin. Má takast upp í Føroyum Arbeiðið at leingja flogvøllin er liðugt, og nú verður farið undir at byggja farstøðina. Tá arbeitt var við at leingja flogvøllin, komu arbeiðsfólkini fram á krút í lendinum við vøllin. Neyðugt var at fáa krútið burtur, og tað arbeiðið verður gjørt nú. Fyribils fíggjar Vága Floghavn arbeiðið. Arbeiðið kostar 27 miljónir krónur, og teir pengarnar ætlar landsstýrið eisini at fáa úr Íleggingargrunninum. Men enn hevur danska stjórnin ikki svarað landsstýrinum. Jóhan Dahl, landsstýrismaður sigur, at vil danska stjórnin ikki lata pengarnar úr Íleggingargrunninum, so má málið takast upp í Føroyum til tess at finna eina loysn. Beint eftir summarfrítíðina kunnu fyrstu búfólkini flyta inn í nýggja røktarheimið, sum verður bygt í Vestmanna. Arbeiðið at gera sjálvan bygningin er um at vera liðugt, og tá bygningurin er liðugur, verður farið undir at seta innbúgvið upp. Karl A. Olsen, borgarstjóri, sigur, at sjálvur bygningurin er nakað seinkaður, tí veðrið í vetur hevur verið vánaligt, men nú er um at vera komið á mál. Bygningurin skuldi verið liðugur í apríl. Tað fer at taka nakað av tíð, til klárt er at flyta hann, tí innbúgvið skal setast upp, millum annað køkur og ein lyfta millum hæddirnar. Men í august skuldi verið klárt hjá fyrstu búfólkunum at flutt inn í røktarheimið, sigur Karl Olsen. Kungerðin um, hvussu makrelfiskiskapurin skal skipast í ár, verður møguliga lýst fríggjadagin. Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Kunngerðin skal á landsstýrisfund fyrst, áðrenn hon verður lýst. Verður kunngerðin lýst fríggjadagin, fer Fiskimálaráðið fyrst í næstu viku at viðgera og svara teimum nógvu umsóknunum, sum eru komnar um loyvi at fiska makrel ella taka í móti makreli í summar. Kvotan, sum landsstýrismaðurin skal býta, er 148.375 tons. Tað hevur ljóðað, at strandarlondini, sum eru rúkandi ósamd um makrelin, skuldu hava fund á ráðharrastigi nú í juni. Jacob Vestergaard sigur, at hann veit einki um ein slíkan fund. Men fiskimálaráðharrarnir í Norðuratlantshavi hava sín árliga fund í Reykjavík fyrstu vikuni í juli. Makrelósemjan er ikki á dagsskránni fyri tann fundin. Men verða norski ráðharrin og ES kommisserurin á fundinum í Reykjavík, er møguligt, at fundur verður um makrelin, sigur Jacob Vestergaard. Allar fimm byggifyrtøkurnar, sum søktu um at verða undangóðkendar at gera nýggju farstøðina við flogvøllin í Vágum, eru góðkendar. Vága Floghavn bjóðaði fyri einum mánaði síðani arbeiðstakarum at søkja um undangóðkenning. Fimm byggifeløg søktu, og øll eru góðkend. Tær fimm fyritøkurnar eru, sum kunnu bjóða upp á arbeiðið, eru Articon Búsetur J amp K Petersen E. Phil amp Søn Føroyar TG Verk Umframt farstøðina skal ein tænastubygningur eisini gerast við flogvøllin. Tilboðini verða latin upp 27. juli, og arbeiðið byrjar væntandi í seinnu helvt av august, sigur Vága Floghavn. Eftir ætlan skulu nýggja farstøðin og tænastubygningurin verða liðug um ársskiftið 2013 2014 Kinesiski forsetin, Hu Jintao, kemur á almenna vitjan í Danmark í næstum. Tað er Margretha rotning, sum hevur boðið kinesiska forsetanum á vitjan, upplýsir kongshúsið í einum tíðindaskrivi til donsku miðlarnar í morgun. Kinesiski forsetin og kona hansara, Liu Yong qing vitja, vitja í Danmark frá 14. til 16. juni. Umframt kongshúsið skal forsetin hitta danska forsætisráðharran, Helle Thorning Schmidt. Hu Jintao er fyrsti kinesiski ríkisovastin, sum vitjar Danmark. Kinesiska vitjanin kann gerast ein stórur vinningur hjá danska vinnulívinum, sigur Nis Høyrup, kina serfrøðingur hjá Dansk Industri. Hetta er ein frálíkur og avgerandi møguleiki at seta Danmark á landakortið, sigur hann við danska kringvarpið. Andstøðan og Eindarlistin eru ikki eins fegin um vitjanina og vinnulívið. Tey krevja, at Helle Thorning Schmidt, forsætisráðharri, átalar brot á mannarættindi í Kina og Tibet, tá hon hittir kinesiska forsetan. Og tað hevur Helle Thorning Schmidt lovað at gera. Í Noregi er ein maður handtikin og varðhaldsfongslaður í fýra vikur fyri at hava hótt við at drepa forsætisráðharran, Jens Stoltenberg. Maðurin er eisini skuldsettur fyri at hava hótt stjúkpápa sín, sum er ein kendur norskur politikari, eftir lívinum. Politiið vil ikki siga nakað um málið, annað enn at tey hava handtikið ein persón, sum er skuldsettur í einum álvarsligum máli. Men verjin hjá tí skuldsetta váttar, at maðurin er handtikin og varðhaldsfongslaður fyri at hava hótt Stoltenberg og stjúkpápa sín. Maðurin setti eftir øllum at døma fram hóttanirnar, meðan hann var staddur uttanlands. Seinasta hálva árið hevur hann verið í Kina, og norska politiið hevur eftirlýst hann síðani í heyst. ES nevndarlimurin í fiskivinnumálum, Maria Damanaki, kemur í morgin til Grønlands á vitjan. Tað sigur grønlendska kringvarpið, KNR. Damanaki fer at hitta politikarar og vitja stovnar í Grønlandi, har tey millum annað fara at umrøða veðurlagsbroytingar, fíggjarkreppuna og samstarv um Arktis. Damanaki skal millum annað hitta landsstýrisformannin, Kuupik Kleist, og landsstýriskvinnuna í fiskivinnumálum, Ane Hansen. Og tey fara at umrøða samstarvið millum Grønland og ES. Eitt sterkari samstarv við Grønland ger tað møguligt hjá ES at fáa størri leiklut í arktiska økinum. Vitjanin hjá Damanaki í Grønlandi enda leygardagin. Hvørki í Føroyum ella í Íslandi missa fólk svøvnin av ætlanini hjá Noregi at seta í verk fleiri tiltøk móti Føroyum og Íslandi fyri at fáa londini bæði at bakka í makrelstríðnum. AElig tlaðu tiltøkini fáa onga ávirkan á okkum, og tey fara heldur ikki at geva okkum nakrar trupulleikar, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, við norska blaðið Fiskaren. Bara samráðingar og ikki slík tiltøk, sum Noreg nú hugsar um, kunnu loysa makrelmálið, sigur Jacob Vestergaard. Jacob Vestergaard vísir á, at Føroyar og Noreg hava onga fiskiveiðuavtalu longur. Hetta er ikki fyrstu ferð, at londini eru ósamd um ein ávísan fiskastovn, men tá hevur samstarvið um aðrar stovnar kortini hildið fram, sigur landsstýrismaðurin við Fiskaren. Íslendingar ræðast heldur ikki Heldur ikki í Íslandi ræðast tey Noreg. Friðrík Jón Arngrímsson, stjóri í íslendska reiðarafelagnum, minnir á, at fyri nøkrum árum síðani ásetti Noreg egna sildakvotu uttan at spyrja íslendingar. Vit kallaðu ikki norðmenn fyri ránsmenn fyri tað, sigur Friðrík Jón Arngrímsson við Fiskaren. Hann sigur, eins og Jacob Vestergaard, at bara samráðingar og viljin til at viðurkenna Ísland og Føroyar sum javnbjóðis samráðingarpartar kunnu loysa makrelmálið. AElig tla at herða tiltøkini Tað var fríggjadagin í síðstu viku, at Kristine Gramstad, stjóri í norska fiskimálaráðnum, á aðalfundinum hjá Norges Sildesalgslag segði, at norska stjórnin viðger møguleikan at herða tiltøkini móti Føroyum og Íslandi. Millum annað kann Noreg geva føroyskum og íslendskum skipum, sum fiska makrel, heitið sjórænaraskip, seta forboð fyri at innflyta alifóður úr makreli, nokta føroyskum og íslendskum skipum at fiska í norskum sjógvi og siga upp avtaluna við Ísland um fiskiskap í Smoguni í Barentshavinum. Kristine Gramstad segði eisini, at norska stjórnin fylgir væl við í ætlanunum hjá ES at seta handilsforðingar móti Føroyum og Íslandi. Norski fiskimálaráðharrin, Lisbeth Berg Hansen, segði annars við Útvarpið fyri trimum mánaðum síðani, at Noreg hevði onga ætlan um fleiri tiltøk móti Føroyum. Eingin kapping verður á Føroya rutuni í summar. Hóast fleiri útlendsk flogfeløg hava víst áhuga at flúgva í Vágar, so er eingin fráboðan komin um, at tey ætla at flúgva í summar, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn. Hann sigur, at tað er longda flogbreytin, sum hevur fingið fleiri flogfeløg at sýna áhuga fyri Vágum. Summi flogfeløg ætla at kappast á rutum, sum eru kendar í dag, meðan onnur feløg hava nevnt møguleikan at stovna nýggjar rutur. Jákup Sverri Kass vil ikki avdúka, hvørji flogfeløg hava víst Vága Floghavn áhuga. Tað mugu flogfeløgini sjálvi gera, sigur hann. Men tað er kunnugt, at norska lágprísfelagið Norwegian er millum útlendsku flogfeløgini, sum leiðslan í Vága Floghavn hevur havt samráðingar við. Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum. Danska skattamálaráðið og almannamálaráðið kanna nú møguleikarnar fyri at broyta reglurnar soleiðis, at føroyingar og grønlendingar í Danmark verða javnsettir við danir, tá ið ræður um at fáa barnakekk. Bæði føroysku og grønlendsku fólkatingsumboðini hava funnist at nýggju reglunum, sum siga, at foreldur skulu hava búð tvey ár í Danmark seinastu 10 árini fyri at hava rætt til barnakekk, sum verður goldin eina ferð um fjórðingsárið. Fólkatingsumboðini hava víst á, at føroyingar og grønlendingar eiga ikki at koma undir hesa regluna, tí teir eru danskir ríkisborgarar, á jøvnum føti við danir sjálvar. Føroysku fólkatingsmenninir, Edmund Joensen og Aksel V. Johannesen, sum herfyri hevði sæti á Christiansborg fyri Sjúrð Skaale, hava sett ráðharrum fyrispurningar í málinum. Eingin avgerð tikin Grønlendska kringvarpið, KNR, hevur spurt danskar myndugleikar um málið. Skattamálaráðið upplýsir, at ráðharrastovan saman við almannamálaráðnum er farið at kanna møguleikarnar at broyta reglurnar, so tær ikki galda fyri grønlendingar og føroyingar, men enn er eingin avgerð tikin. Martin Henriksen úr Danska fólkaflokkinum sigur, at endamálið við lógarbroytingini var at forða fyri, at útlendingar, sum koma til Danmarkar, skulu fáa atgongd til danskar veitingar longu frá fyrsta degi. Men borgarar í ríkisfelagsskapinum eiga at verða javnsettir, sigur hann við KNR. Martin Henriksen, sum eisini er limur í føroyanevndini og grønlandsnevndini í fólkatinginum, hevur biðið Helle Thorning Schmidt, forsætisráðharra, um at kanna málið. Skuldi ikki raka føroyingar og grønlendingar Lógarbroytingin varð gjørd, meðan Troels Lund Poulsen var skattamálaráðharri í stjórnini hjá Lars Løkke Rasmussen. Edmund Joensen, fólkatingsmaður, sigur við KNR, at hann hevur fingið at vita frá Troels Lund Poulsen, at tað var ongantíð ætlanin, at lógarbroytingin skuldi raka føroyingar og grønlendingar. Landskassin fekk nærum 32 milliónir krónur meiri í avgjaldsinntøkum fyrstu fimm mánaðirnar í ár enn somu tíð í fjør. Hinvegin var vanligi landsskatturin saman við eftirlønarskattinum góðar 25 milliónir krónur lægri enn fyrstu fimm mánaðirnar í fjør. Tað vísa tøl frá Fíggjarmálaráðnum. Men tilsamans fekk landskassin 6,6 milliónir krónur meiri í skatti og avgjøldum frá januar til mai í ár, samanborið við somu tíð í fjør. Vøksturin hevur serliga verið stórur í inntøkunum frá meirivirðisgjaldi, sum vórðu 26,5 milliónir krónur, ella góð fimm prosent størri fyrstu fimm mánaðirnar í ár. Skrásetingargjaldið var 4,4 milliónir størri, og aðrar avgjaldsinntøkur vóru umleið eina millión størri í ár enn í fjør. Vøksturin í meirvirðisgjaldinum var umleið eitt prosent størri enn vøksturin í lønum og øðrum veitingum, sum vórðu goldnar um a skattaskipanina. Sjálvt um løgtingið hevur samtykt, at tað fer at kosta tvær krónur í avreiðingargjaldi at landa makrel til útlendsk móttøkuskip, so veksur bunkin við umsóknum um at fáa móttøkuskip inn á feltið í summar støðugt. Fiskimálaráðið hevur higartil fingið 11 umsóknir um tílík loyvi. Risastóra móttøkuskipið Lafayette er eisini í bunkanum við umsóknum um loyvi at taka ímóti makreli í summar. Umsóknin varð send Fiskimálaráðnum á middegi hósdagin, hóast umboðsmaðurin hjá felagnum alment hevur sagt, at við tveimum krónum í avreiðingargjaldi kemur Lafayette ikki í føroyskan sjógv. Lafayette kann sambært egnum upplýsingum taka ímóti 1200 tonsum um samdøgrið. Tvær umsóknir úr Litava Í gjár komu tvær umsóknir úr Litava. Felagið Alliance Marine Group søkir um loyvi at fáa tvey skip, Fin Whale og Grey Whale , inn á feltið at taka ímóti makreli í summar. Skipini, ið bæði eru undir russiskum flaggi, liggjja í løtuni á Las Palmas. Sambært egnum upplýsingum kunnu tey taka ímóti 100 til 160 tonsum av makreli um samdøgrið. Reiðaríið Thor í Hósvík hevur ikki færri enn sjey umsóknir um móttøkuskip inni í Fiskimálaráðnum. Longu í februar søkti Thor um innflutningsloyvi til Franzisku, Gloriu, Victoriu og Thor, og fyrst í mai søkti reiðaríið um innflutningsloyvi til skipini Odin, Frigg og Kai Shun. Tilsamans kunnu hesi sjey skipini, ið Thor søkir um loyvi at fáa inn á makrelfeltið, sambært egnum upplýsingum taka ímóti 1600 tonsum um samdøgrið. Elsta umsóknin í bunkanum er frá Bjarta Mohr, sum í november í fjør søkti um innflutningsloyvi til uppsjóvartrolara við verksmiðju til frysting og meirviðgerð. Fiskimálaráðið roknar við, at út við triðingurin av føroyska makrelinum verður landaður til útlendsk móttøkuskip. Avreiðingargjaldið á tvær krónur kilo skal so geva landskassanum umleið 80 milliónir krónur í inntøku. Ein sjókaðal, sum knýtir Suðuroy og Sandoy til meginøkið, er slitnaður, og tí fer alt telesamskiftið til Suðuroyar og Sandoyar á tiltakslinjum, har tað er sera avmarkaður kapasitetur. Tað er serliga ferðin á internetsambandinum, sum er rakt, men brekið ávirkar eisini 3G netið og onkrar FM sendarar, sigur Føroya Tele. Kaðalin slitnaði í gjár, men í løtuni er óvist, nær brekið er umvælt, og netið aftur virkar sum vanligt. Arbeitt verður við at bøta um sambandið við fleiri tiltakslinjum, til brekið er umvælt. Hetta kann tó taka eina til tvær vikur. FT Net miðar eftir at umvæla brekið sum skjótast. Neyðugt er at fáa eitt serligt kaðalskip at umvæla kaðalin, og einki slíkt skip er í Føroyum. Kannað verður nú, nær til ber at fáa eitt kaðalskip til Føroya at umvæla brekið. Jan Allan M uuml ller, fyrrverandi stjóri í Injector Trawldoors, og fyrrverandi roknskaparstjórin í fyritøkuni nokta seg báðir sekar í ákærunum um svik fyri tilsamans átta mlliónir krónur Tað skrivar Horsens Folkeblad. Rættarmálið móti teimum báðum byrjaði í gjár. Ákæruvaldið sigur, at svikið varð væl lagt til rættis, og tað varð skipað. Men verjarnir vísa øllum ákærum aftur. Tú kanst bert verða dømdur fyri fíggjarundandrátt, skjalafalsan og svik, um tú við vilja hevur ætlað at fáa nakað burturúr. Og tú kanst bert verða dømdur fyri stuldur, um tú hevur stolið nakað, sum hevur virði, segði verjin hjá Jan Allan M uuml ller, Peter Secher Schmidt, sambært Horsens Folkeblad. Fyrrverandi stjórin í Injector Trawldoors er ákærdur fyri í 18 førum at hava framt skjalafalsan, fíggjarundandrátt, heimildarsvik og skattasvik. Roknskaparstjórin er ákærdur fyri í fimm førum at hava framt skjalafalsan og í einum føri heimildarsvik. Rættarmálið heldur fram í næstu viku, tá teir báðir ákærdu verða avhoyrdir, skrivar Horsens Folkeblad. Dómurin í rættarmálinum móti norska hópdrápsmanninum fellur kanska ikki fyrr enn 24. august, skrivar norska tíðindastovan, NTB. Tað stendur í einum kunningarskrivi, sum útlendskir miðlar hava fingið. Í skrivinum verður sagt, at enn er ikki ásett, nær dómur fellur, men tað verður í fyrsta lagi 20. juli. Ein onnur dagfesting, sum verður nevnd, er 24. august. Rættarmálið móti Breivik heldur fram til 22. juni. Anders Behring Breivik er ákærdur fyri at hava dripið 77 fólk 22. juli í fjør. Hann legði eina bumbu í stjórnarbygningin í Oslo, sum kravdi átta mannalív. Síðani fór Breivik út á Utøya, har hann drap 69 fólk, sum vóru á ungdómslegu hjá norska javnaðarflokkinum. Seinnapartin í gjár vitjaði Týsk norðurlendska tingnevndin í týska samveldistinginum í Tinganesi, har tey høvdu fund við Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann. Tingnevndin arbeiðir fyri at styrkja samstarvið og samhandilin millum Týskland og Norðurlond. Á fundinum greiddi løgmaður millum annað frá føroyska búskapinum, útflutningi, orkuøkinum og ríkisrættarligu støðu Føroya. Tingnevndin var áhugað í viðurskiftunum millum Føroyar og ES, og løgmaður greiddi frá ætlanunum hjá landsstýrinum um at víðka um samstarvið við ES. Tingfólkini vildu eisini hava at vita nærri um makrelósemjuna. Týska tingnevndin skal eisini hava fundir við landsstýrismannin í fiskivinnumálum, Uttanlandsnevndina, og Havbúnaðarfelagið. Hetta er fyrstu ferð, at nevndin vitjar í Føroyum, og í morgin gongur leiðin víðari til Noregs. Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum hevur framvegis 21 sáttmálar og fimm avtalur eftir at gera við fakfeløg fyri sáttmálarnar, sum fóru úr gildi fyri meira enn átta mánaðum síðani. Í gjár skrivaðu sjúkrarøktarfrøðingarnir og Lønardeildin undir tvey ára sáttmála, sum er galdandi til 1.oktober 2013. Lønardeildin hevur 28 sáttmálar við fakfeløg. Higartil eru nýggir sáttmálar gjørdir við sjey feløg. Harafturat hevur Lønardeildin sjey tænastumannaavtalur. Tvær avtalur við tænastumannafeløg eru endurnýggjaður og fimm eru eftir. Lønardeildin heldur fast um, at onnur feløg fáa ikki meira enn 220 krónur um mánaðin í lønarhækking. Tað var tað, sum tey fyrstu feløgini fingu, ið gjørdu sáttmála fyrr í ár. Størsta fakfelagið á almenna arbeiðsmarknaðinum, Starvsmannafelagið, hevur sagt upp sínar sáttmálar við Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið at fara úr gildi 1.oktober í ár. Landsstýrið vil hava oljufeløgini at venda aftur til eitt hol, sum varð borað fyri 11 árum síðani. Ein brunnur, sum varð boraður í føroysku undirgrundina í 2001, er brádliga vorðin spennandi aftur.Talan er um brunnin Marjun, sum millum annað Amerada Hess boraði í 2001. Nú, 11 ár seinni, er vorðið greitt, at oljan í brunninum rennur betur enn higartil hildið. Og tí er hon lættari at fáa upp. Vinnumálaráðið nýtir høvi til at gera vart við, at oljufeløg kunnu søkja um loyvi at leita á júst hesari leiðini. Sambært kolvetnislógini kunnu oljufeløg søkja um loyvi at leita á leiðum, sum fyrr eru bodnar út. Men áðrenn loyvi kann latast, skal landsstýrismaðurin í vinnumálum kunngera alment, at umsókn er komin. Tá hava onnur feløg 90 dagar at umhugsa, um eisini tey skulu søkja. Fleiri hundrað milliónir tunnur Hóast óvissan er stór, verður mett, at í brunninum eru millum 100 milliónir og 600 milliónir tunnur av olju. Ein tunna av olju er knappliga 160 litrar. Í 2001 varð borað gjøgnum 170 metrar av oljuberandi løgum. Har er lætt olja. Hetta var eitt spennandi úrslit eisini tá. Men eftir at hava borað ein avmarkingarbrunn á enskum øki og kannað mátingar og borikjarnir nærri, gjørdu loyvishavararnir av ikki at halda fram við loyvinum og lótu landsstýrinum loyvið aftur. Jarðfeingi hevur síðani biðið eitt amerikanskt ráðgevingarfelag meta um upplýsingarnar frá boringini. Og tað eru metingarnar hjá amerikanska felagnum, sum hava íbirt nýggja vón um Marjuna. Men Jarðfeingi og Vinnumálaráðið siga tó, at fleiri kanningar skulu gerast, áðrenn til at siga meira um útlitini at fáa olju úr gamla brunninum. Øll viðskiftafólk, sum hava ørindi á apotekinum uttan fyri vanliga avgreiðslutíð, fáa nú eitt eykagjald 37 krónur og 50 lagt oman á rokningina fyri heilivágin. Tað verður ikki gjørt fyri at geva okkum størri inntøkur, sigur Kjartan Mohr, landsapotekari, men fyri at fækka avgreiðslurnar uttan fyri vanliga arbeiðstíð. Hann sigur, at nógv fólk koma á apotekið uttan fyri upplatingartíð, og neyðugt er at leggja hesar 37 krónurnar og 50 oyruni oman á rokningina sum eitt vaktargjald. Avgreiðslur gjøgnum lúkuna eru til heilivág, sum er bráðneyðugur, og ikki til vanliga reseptavgreiðslu, sigur landsapotekarin. Søkt verður nú eftir nýggjum stjóra til Norðurlandahúsið fyri Niels Halm, ið hevur verið stjóri seinastu sjey árini. Starvið er áramálssett í fimm ár, men møguleiki er at fáa starvið longt við trimum árum. Nýggi stjórin skal taka við starvinum 1. januar í 2013. Og freistin at søkja er 1. juli. Føroyingar hava fingið 140 milliónir krónur meiri í løn fyrstu fimm mánaðirnar, samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Tøl hjá Fíggjarmálaráðnum vísa, at í mars fingu vit minni, hinar fýra mánaðirnar fingu vit meira í løn. Kommunukassarnir hava fystu fimm mánaðirnar fingið tilsamans 582 milliónir krónur í skattainntøku. Tað eru 14 milliónir krónur meira enn sama tíðarskeið í fjør. Skattainntøkan hjá landskassanum hevur fyrstu fimm mánaðirnar verið 586 milliónir krónur. Tað eru 25 milliónir krónur minni enn somu mánaðir í fjør. Í februar var skattainntøkan hjá landskassanum størri enn sama mánað í fjør. Hinar mánaðirnar hevur landskassin fingið minni í landsskatti, staðfesta tølini hjá Fíggjarmálaráðnum. Uttanríkistænastan læt menningarstuðul til sjey verkætlanir í fjør fyri tilsamans tvær milliónir krónur. Býtið millum heilsuverkætlanir, útbúgvingarverkætlanir og fiskivinnuverkætlanir var rættiliga javnt. Nakrar verkætlanir eru frá 2010, meðan aðrar eru nýggjar. Tilsamans fekk Uttanríkistænastan einar 20 umsóknir um menningarstuðul. Í ársritinum, sum Uttanríkistænastan gevur út, sæst, at alt fleiri felagsskapir, bæði føroyskir og útlendskir, venda sær til Uttanríkistænastuna við umsóknum. Sjúkrarøktarfrøðingarnar og Lønardeildin hava skrivað undir nýggjan tvey ára sáttmála, sum verður galdandi frá 1. oktober í fjør til 1. oktober í 2013. Sjúkrarøktarfrøðingarnir halda seg hava gjørt eitt gott hál í nýggja sáttmálanum, tí nú skulu vaktargjøldini vera ein prosentpartur av lønini og ikki roknast í krónum. Samráðst hevur verið um hesa broytingina í 12 ár, og tí heldur felagið tað vera eitt stórt framstig í nýggja sáttmálanum, sigur forkvinnan hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, Óluva í Gong. Hon sigur, at samráðingarnar hava gingið væl, hóast long tíð er liðin, síðani sáttmálin fór úr gildi. AElig tlanin var alla tíðina at koma á mál, uttan at senda boð eftir semingsfólkum. Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar var eitt skifti við í fakfelagssamstarvinum, men tók seg burtur úr samstarvinum. Tað var ein røtt avgerð, sigur Óluvá í Gong. Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum. Teir fýra menninir, sum í morgun vórðu funnir sekir í at fyrireika eina yvirgangsatsókn móti Jyllandspostinum, eru dømdir 12 ára fongsulsrevsing. Dómurin fall í rættinum í Glostrup. Menninir tríggir teirra 31 ára gamlir og ein 46 ára gamal eru allir úr Svøríki. Tveir teirra eru av tunesiskum uppruna og ein av libanskun uppruna. Menninir ætlaðu at fara inn í blaðhúsið á Ráðhúsplássinum við millum annað einari maskinbyrsu við ljóðdoyvara, har teir ætlaðu at drepa so nógv sum gjørligt. Eydnaðist tað ikki at sleppa inn í blaðhúsið,var ætlanin at bróta inn í eini tilvildarlig hús við nógvum fólki og drepa frá hond. Politiið handtók menninar tann 29. desember 2010. Rætturin metir seg hava prógv fyri, at menninir høvdu ætlanir um at drepa, millum annað við at avlurta íbúðir í Stokkhólmi og Herlev, har menninir hildu til. Ákærumyndugleikin kravdi millum 14 og 16 ára fongsulsrevsing. Verjin metti, at fongsulsrevsing millum 5 og 12 ár var hóskandi. Og rætturin dømdi allar fýra 12 ára fongsul. Vøkstur er framvegis í bilsøluni. Fyrstu fimm mánaðirnar í ár vórðu seldir 57 fleiri bilar og onnur akfør enn somu tíð í fjør. Vøksturin er sløk 11,5 prosent, vísa hagtøl frá Akstovuni. Frá januar til mai vórðu seld tilsamans 554 nýggj akfør . Somu mánaðir í fjør var sølan 497 akfør. Í mai vórðu seld 151 akfør. Tað eru fimm færri enn sama mánað í fjør. Av teimum 151 akførunum vóru 107 persónbilar Fyrstu fimm mánaðirnar vórðu seldir 416 nýggir persónbilar. Tað eru 65 fleiri enn somu tíð í fjør, og vøksturin er 18,5 prosent. Fyrsta ársfjórðing útflutti alivinnan 14.672 tons av laksi fyri 431 milliónir krónur. Sostatt umboðaði alivinnan 38 prosent av øllum útflutninginum, og laksur er enn størsta føroyska útflutningsvøran, skrivar Vinnuhúsið. Laksaprísirnir vóru sera høgir fyrsta ársfjórðing í fjør, og at teir eru lækkaðir, sæst aftur í hagtølunum fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár. Hóast nøgdin av laksi, sum varð útflutt fyrsta ársfjórðing í ár, var 64 prosent størri enn sama tíðarskeið í fjør, var virðið bert 12 prosent størri. Sambært hagtølum frá Hagstovuni var meðalprísurin alt tíðarskeiðið 26,31 krónur fyri kilo. Minni varð útflutt til USA fyrsta ársfjórðing í ár, men laksaútflutningurin til Russland og Kina veksur støðugt. Annar hvør lærari, sum fær prógv í summar, hevur ringar vónir um at fáa starv í fólkaskúlanum. Skúlablaðið hevur spurt lærararnar, sum fáa prógv í summar, hvat tey ætla. Nógv tey flestu søkja starv í fólkaskúlanum alt fyri eitt. Men tað er misjavnt, hvussu vónirnar eru at fáa starv. Meira enn helvtin av teimum spurdu heldur, at útlitini at fáa starv eru ikki góð. Hin helvtin heldur, at vónirnar eru góðar ella hampiligar. Bara seks av teimum 31, sum fáa læraraprógv í summar, eru menn. Og júst tað at vera maður er ein fyrimunur í hesum førinum, heldur ein av teimum seks monnunum, sum Skúlablaðið spurdi. Sum mannfólk vænti eg, at eg fari at fáa starv, tí um eg havi skilt støðuna rætt, so vilja skúlaleiðarar gjarna hava eitt javnari býti millum kynini. Tey fáu, sum ikki ætla sær í fólkaskúlan at arbeiða eftir summarfrítíðina, ætla sær at lesa víðari. Eingin vil vera prestur á Viðareiði. Ið hvussu er ikki beint nú. Starvið sum prestur á Viðareiði Eystan Múla varð lýst leyst herfyri, og freistin at søkja var úti fríggjadagin. Men eingin søkti starvið, skrivar heimasíðan hjá fólkakirkjuni. Tað var seinasta heyst, at Elsa Funding, sóknarprestur, bað um at verða loyst úr embætinum. Í løtuni røkir Kirsten Donskov Felter starvið sum sóknarprestur. Hon verður har august mánað út. Væntandi verður prestastarvið á Viðareiði lýst leyst av nýggjum einaferð í heyst, sigur heimasíðan hjá fólkakirkjuni. Tey eru nú farin at royna uppsjóvarvirkið á Tvøroyri. Fríggjadagin varð tann eina pakkilinjan roynd, og hon riggaði sum ætlað, skrivar Varðin á sínari heimasíðu. Tað er tann parturin, har fiskurin kemur eftir flutningsbondum eftir at hann er skildur og verður fluttur til vektirnar, og síðani verður hann automatiskt pakkaður í plastposar. Skipanin varð roynd í 20 minuttir, tó ikki við fiski, men við ísi, og alt riggaði, sigur Varðin. Nýggja uppsjóvarvirkið á Tvøroyri skal eftir ætlan takast í nýtslu umleið 1. juli. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum sleppur kortini ikki at broyta skattastigan við kunngerð. Tað avgjørdi løgtingið, tá tað hósdagin samtykti at strika eina lógarbroyting, sum gav landsstýrismanninum heimild at broyta skattastigan við kunngerð. Tann lógarbroytingin varð annars samtykt við aðru viðgerð tann 1. mai, men hósdagin feldi løgtingið uppskotið við 3. viðgerð eftir tilmæli frá eini samdari Fíggjarnevnd. Nógv rok Nógv rok var um lógaruppskotið hjá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, um at prísjavna skattastigan eina ferð um árið. Løgfrøðingar hjá løgtinginum og Innlendismálaráðnum søgdu, at hetta var greitt brot á stýriskipanarlógina. Og tað sama segði andstøðan í løgtinginum, sum kærdi landsstýrismannin í fíggjarmálum til landsstýrismálanevndina. Lógarbroytingin fór at geva landsstýrismanninum loyvi til at broyta skattastigan við kunngerð. Stýriskipanarlógin sigur, at skattur kann bara broytast við lóg. Tá triðja viðgerð skuldi vera fyrst í mai, varð hon útsett, tí løgmaður vildi sleppa at kanna uppskotið fyrst.Tann kanningin er ikki liðug. Men triðja viðgerð var kortini hósdagin. Og tá mælti Fíggjarnevndin til rætt og slætt bara at strika lógarbroytingina. Og tað samtykti løgtingið. Skattatrýstið hækkar Verður skattastigin ikki prísjavnaður eina ferð um árið, fer skattatrýstið at hækka. Tað siga Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, og Atli Suni Leo, aðalstjóri, um lógarbroytingina.Teir siga, at prístalið verður ásett við lóg. Og landsstýrismaðurin skal ikki gera prístalsjavningina, men bara kunngera hana. Árliga broytingin í skattastiganum verður tí framd sambært lóg, siga teir í Fíggjarmálaráðnum. Fíggjarmálaráðið og samgongan vísa eisini á ein hægstarættardóm, sum staðfestir, at ætlaða lógarbroytingin er ikki brot á stýriskipanarlógina. Hin parturin í skattauppskotinum hjá Fíggjarmálaráðnum varð tó endaliga samtyktur hósdagin. Hann sigur, at barnafrádrátturin hækkar 1000 krónur Tilfar 400g av rabarbum 150 g av sukri 1 frac12 dl av vatni 400 g av jarðberum Korn úr einari vaniljustong ella 1 tesk av vaniljusukri 8 dl av blaki Arbeiðsháttur Sker rabarburnar í flísar Set vatnið rabarburnar og sukrið útá at kóka í umleið 5 6 min. Og set kalt Blanda køldu rabarburnar saman við restina av tilfarinum og karva í hvirlu ella við stavblendara Koyr møguliga ísterningar í og pynta við jarðber Laksaterta Botnur 3 stykki Tilfar 100 g av hveitimjøli 75 g av grahamsmjøli 2 egg 1 tesk av salti 1 tesk av bakipulvuri 2 dl av lættimjólk 1 tesk av basilikum 2 súpisk av olju at steikja í Arbeiðsháttur Píska alt tilfarið saman Hita oljuna á einari pannu og baka uml. 2 min. á hvørjari síðu Botnarnir skulu vera brúnligir á liti Ímillum 4 harðkókað egg 2 dósir tun 2 frac12 dl súrgað mjólk 1 dl mayonnaise frac12 reyðleyk 3 tesk av reyðum kaviar 2 súpisk av persillu Smakka til við salti og pipari Kóka eggini Sker leykin smátt Rør restina av tilfarinum saman Sker eggini smátt og rør í . Smakka til. Legg tunfiska fylluna ímillum botnarnar Omaná 2 súpisk av súrgaðari mjólk 1 súpisk av mayonesu Rør tilfari saman og smyr omaná botnarnar. Pynta við laksi, rækjum, sitrón, dild agurk og tomat Føroyar komu á odda tá tíggju minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki. Ein makedonskur verjuleikari leggur bóltin aftur til málverjan, men brádliga glíður málverjin, og so fer bólturin trillandi í málið. Makedonia royndi eftir málið at leggja trýst á føroysku verjuna, uttan at tað eydnaðist so væl. Men tá minni enn eitt korter er eftir javnar Makedonia. Nestorovski javnaði við góðum langskoti. Stutt fyri at vanliga leiktíðin var farin, fingu Føroyar ein gyltan málmøguleika. Hallur Hansson bleiv spældur púra fríur, men tíverri eydnaðist tað ikki, makedonski málverjin bjargaði. Útvarpið tosaði eftir dystin við annan av venjarunum, Heðin Askham. Hann var sera væl nøgdur við føroyska avrikið Vit hava eitt gott lið, og eg eri sera væl nøgdur við tað teir vístu í dag. Eg ivist ikki í, at fleiri av hesum leikarunum skjótt fara at gera seg galdandi á A landsliðnum, segði Heðin Askham . Týsdagin spæla Føroyar aftur, tá er mótstøðuliðið Serbia. Tað sást í byrjanini av dystinum, at hetta er fyrsti veruligi dysturin, sum liðið spælir. Byrjanin var stirvin við nógvu føroyskum mistøkum, sum høvdu við sær, at Írland eitt skiftið var á odda 14 10. Men so fótaðu okkara sær og vendu gongdini. Løtu seinni høvdu teir vunnið fyrsta sett 25 21. Gongdin í øðrum setti var tann sama sum í fyrsta setti, men hesaferð fótaðu føroyingar sær tó fyrr Teir fóru frá írum og vunnu annað sett 25 20. Triðja sett var javnari og meira spennandi. Írar vistu, at teir máttu vinna settið fyri at halda lív í vónini um sigur. Men okkara kláraðu at halda írar aftanfyri seg og vinna 25 23. Samanumtikið var sigurin uppiborin. Føroyska liðið var javnt betri enn tað írska, og hevði tí fleiri streingir at spæla uppá. Álopið riggaði til tíðir heilt væl, og tað gjørdi verjan eisini. Bæði blokadan og verjan aftan fyri blokaduna. Menn stríddust eisini væl, og tí vóru teir øgiliga fegnir, tá sigurin var komin til høldar. Teir, sum byrjaðu dystin í dag vóru Gunnar Justinussen og Bjarni Larsen á kantunum, Suni Juul Pedersen og Trygvi Hansen á miðjuni, Thorvald Danielsen sum hevari og Jón Joensen á diagonalinum og Jóhan Petur á Stongum sum libero. Fróði Bærensen og Jón Syderbø komu inn sum dysturin leið. Fyri Trygva Hansen og Fróða Bærendsen var dagurin serligur, tí hetta var fyrsti A landsdystur hjá teimum báðum. Føroyska landsliðið skal spæla tveir EM dystir í morgin. Klokkan 11.00 føroyska tíð møta vit vertstjóðini, Luksemburg, sum av nógvum verður mett at verða sterkasta tjóðin í hesi kappingini. Klokkan 17.00 í morgin spæla Føroyar og Norðurírland Eg havi 2 undanfarnar sendingar spælt tónleik, sum er at hoyra á jazzfestivalum í Montreux í Schweiz og Nice í Fraklandi. Og so er kanska onkur, sum spyr, um hetta nú er so øgiliga viðkomandi fyri føroyingar. Tja, hvat skal man siga føroyingar eru allastaðni, og í míni verð er hetta ikki til fánýtis, um bert 1 føroyingur letur seg inspirera av hesum. Og um so er, er viðkomandi meir enn vælkomin til at blaka mær nakrar reglur á kringvarp.fo turn eacute Men endamálið við sendingini er sjálvandi at spæla góðan tónleik fyrst og fremst og annars at vísa á, hvat er at hoyra á pallunum uttanfyri bøgarðarnar. Og so er tað jú tað bonus, at talan sum oftast er um nýggjan tónleik. Í hesi sendingini fari eg at spæla tónleik, sum verður at hoyra eitt stað, har tað við vissu koma nógvir føroyingar, nevniliga Keypmannahavn. Kongens københavn. So liggur tað ikki eftir. Og vit tosa um copenhagen jazzfestival, sum verður í døgunum 6. 12 juli. Hesin festivalur varð hildin á fyrsta sinni í 1979 og er vorðin til ein av teimum allarstørstu við 100 spælistøðum, 1000 konsertum og 250.000 vitjandi. Sig so tað, at jazzur er smalsporaður. Í hesi sendingini fari eg at spæla tónleik, eg sjálvur hevði tímað at farið út at hoyrt, og tá skal tað gjarna vera okkurt, sum skilur seg út onkursvegna og ikki er so main stream. Tí eyðkennið við jazzi hevur altíð verið at eksperimentera og royna nýggjar leiðir. Og Soleiðis hevur jazzsøgan jú verið. Tann, ið fær heiðurin at spæla fyrstu konsertina á CPH jazzfestivali í ár, verður pianisturin Vijay Iyer, sum saman við sínari trio fer at spæla eina konsert á Statens Museum for kunst tann 6. juli kl 15. Vijay Iyer er føddur í 1971 í NY og vaksin upp har, sonur av indiskum tilflytarum hevur spælt bæði klassiskt á violin, og sum pianistur gospel og jazz. Hann er útbúgvin matematikkari og hevur eina PhD í list og teknologi. Men á klaver er hann meiri ella minni sjálvlærdur. Hann hevur givið út 16 útgávur í egnum navni, og vit fara nú til útgávuna Accelerando frá í ár. Saman við Stephan Crump á kontrabassi og Marcus Gilmore á trummum fer hann at framføra kompositiónina Optimism. Hetta er tað klassiska jazzformatið klavertrio, altso klaver, bass og trummur, sum áður er roynt óteljandi ferðir og tað skal tí eitt ávíst dirvi og yvirskot til júst hetta formatið. Men spyrt tú meg, er tónleikurin hjá Vijay Iyer nýskapandi við skeivum taktum, ráum svingi, indiskum íblásti, endurtakandi motivum og ostinatum í eini mestsum legendariskari interaktión. Ein sjáldsama væl samansjóvað eind í bundnum formi men við einum frískum lættleika. Og hetta er avgjørt ein virðilig byrjan til hendan jazzfestivalin. 1. Optimism Vijay Iyer Trio Accelerando 2012 Hetta er ein danskur festivalur, og so skulu vit sjálvandi hava danskan musikk. 15. juli er ein trio á palli í Copenhagen Jazzhouse, sum nevnir seg Phronesis. Hetta er bólkurin hjá bassistinum Jasper Høj, sum er dani men býr í London. Hann tók stig til hesa trio í 2005, og 3 fløgur eru komnar út, tann seinna kom í ár og nevnist Walking Dark. Afturat sær hevur jasper Højby enska bassistin Ivo Neame á bassi og Mark Guiliana á trummum, sum er kendur frá bólkinum hjá bassistinum Avishai Cohen. Hann leggur her eitt haldgott framfýsið groove, sum ikki sørt fær hendan bólkin at minna um ljóðið hjá Avishai Cohen trio. 2. Walking Dark Phronesis Walking Dark 2012 I Copenhagen Jazzhouse tann 6. juli kkl 21 stendur trompetisturin Ambrose Akinmusire á palli við sínum bólki. Hann er 30 ara gamal, hevur gjørt kometkarrieru í jazzhøpi, hóast hann bara hevur givið út 2 útgávur, eina í 2007 og eina í Fjør. Annars hevur hann spælt við á útgávum hjá meira kendum nøvnum sum Alan Pasqua, Vijay Iyer og Steve Coleman. Vit skulu hoyra eitt lag av fløguni frá í fjør, sum ber heitið When the Heart Emerges Glistening. Tónleikararnir sum eru við honum, eru Walter Smith á saksofon, Gerald Clayton klaver, Harish Raghavan á bassi og Justin Brown á trummum. Hetta lagið kallast The Walls of Lechuguilla. Og so kann eg leggja afturat, at Ambrose Akinmusire heilt víst fer at vera ein týdningrmikil rødd í komandi ættarliðnum av heimsjazzi. 3. The Walls of Lechuguilla Ambrose Akinmusire When the Heart Emerges Gistening 2011 10. juli í tí Kongaliga Sjónleikarhúsinum stendur Wayne Shorter a palli. Í jazzhøpi er hann excentriskur, ikki main stream, men kortini sentralur. Hann er kendur sum annar av frontmonnunum í bólkinum Weather Report saman við Joe Zawinul, og tað var í 70unum og 80unum. Í 60unum hevði hann eitt langt samstarv við Miles Davis, var við í aðru stóru kvintettini hjá honum og eisini á útgávunum Bitchers Brew og In a Silent Way fyrst í 70unum. Hann skrivaði nakað av tónleiki til Miles Davis, harímillum kendu kompositiónirnar Nefertiti, Footprints og ESP. Tá talan er um kompositión verður hann tikin til sum ein tann mest gjøgnuførdi komponisturin, skrivaði røddirnar út til tónleikararnar, júst so, sum hann vildi hava tað, og tað var sjaldan, at nakað var broytt. Umframt at vera síðumaður hjá ymsum hevur hann eisini givið út yvir 20 útgávur í egnum navni. Hann hevur tó ikki givið nakað út síðani útgávuna Beyond the Sound Barrier frá 2005, so tað verður av hesari, vit hoyra eitt lag. Saman við Danilo Perez á klaver, John Patitucci á bassi og Brian Blade á trummum fer hann hann her at framføra lagið Adventures Aboard the Golden Mean. Og tað er næstan hendan sama manningin, sum fer á pall í KBH 10. juli, tó uttan trummusláaran Brian Blade, sum er skiftur út við Jorge Rossy, kendur frá Brad Mehldau Trio. Útgávan er ein samling av live upptøkum, sum vórðu gjørdar á einari konsertferð, sum bólkurin var á í 2005. 4. Adventures Aboard the Golden Mean Wayne Shorter Beyoynd the Sound Barrier 2005 So er tað amerikanski banjospælarin Bela Fleck. Han spælir í Viften í Rødovre 11. juli. Hann er kendur fyir sítt framfýsna banjospæl, har hann blandar ymiskt saman, jazz, bluegrass, heimstónleik, og nú í seinastuni eisini afikanskan tónleik. Og eg haldi, hann prógvar við hesum seinasta, at banjo sum ljóðføri saktans kann inkorporerast í afrikanskan klangestetikk við varðveiddum musikalskum trúvirði. Á konsertini fer hann millum annað at spæla saman við Oumou Sangar eacute frá Mali, sum stuttligt nokk er sangari, ella sangarinna. Men tað er Bela Fleck, sum er áhugaverdur í hesum førinum, og vit spola aftur til 2010 og útgávuna Tales from the heart, sum er triðja útgávan í røðini Africa sessions. Vit skulu hoyra Bela Fleck spæla saman við einum tónleikara frá Tanzania, sum eitur Anania Ngoliga. Hesin syngur og spælir kalimba. Kalimba er ein trædós við nøkrum jarnpinnum í, sum man so spælir á við báðum tumlunum. Legg til merkis, hvussu væl hesi bæði ljóðførini klinga saman. 5. Dunia Haina Wema Thumbs Fun Bela Fleck Throw Down Your Heart Tales From the Acoustic Planet, Vol.3 Africa Sessions 2009 Vit skulu hava danskan musikk, tá tað nú einaferð er ein danskur festivalur. 7. juli á Frederiksberg Høvuðsbókasavni stendur Mikkel Nordsø á palli. Hann er guitaristur úr Keypmannahavn, føddur í 1955, var virkin í 70unum við fleiri bólkum, og frá 1980 spældi hann við bólkinum Sneakers. Eisini spældi hann við fusiónsbólkinum Anima hjá Kenneth Knudsen. Og so hevur hann síðani miðskeiðis í 80unum havt sín egna bólk, Mikkel Nordsø Band. Á hesari konsertini er talan um eina trio, og saman við honum er Ole Theill, sum spælir her á Tablas, sum eru indiskar trummur, man spælir við fingrunum á. Afturat teimum báðum er tað Tine Rehling á harpu. Vit hoyra lagið Blue Lotus. 6. Blue Lotus Mikkel Nordsø, Ole Theill amp Tine Rehling Lotus 2010 Vit fara aftur til dankan tónleik, tað verður Pierre Dørge og New Jungle Orch. Hesin bólkurin varð stovnaður í 1980 og spælir framvegis. Orkesturleiðari er guitaristurin Pierre Dørge. Á konsertini tann 15. juli verður guitaristurin James Blood Ulmer solistur. Tað finst ikki nøkur upptøka við honum saman við orkestrinum enn, so vit fara til seinastu útgávuna hjá orkestrinum, sum ber heitið Sketches of India og hoyra lagið Elephants on the Road. 7. Elephants On the Road New Jungle Orchestra Sketches of India 2011 So er tað Anouschka Shankar. Hon spælir 8.juli í Koncerthuset við Emil Holms Kanal í KBH. Hon er dóttur kenda sitarspælaran Ravi Shankar og hálvsystur Norah Jones. Anouschka spælir, líkasum pápin, á sitara. Og so kann man siga, har er nógv at liva upp til men eg haldi, hon megnar at hava sín egna musikalska samleika. Tað prógvar hon við hesum, vit skulu hoyra, sum er av nýggjastu útgávuni Traveller frá í ár, har hon samantvinnar indiskan musikk og flamenco. Hetta lagið ber heitið Buleria con Ricardo eg veit ikki, hvør hesin Ricardo er men Buleria, tað er ein formur fyri skjótt flamenco í 12 áttandapørtum. Og annars er hendan útgávan hennara fyrsta hjá plátufelagnum Deutche Grammofon. Við hesum takki eg fyri meg,sendingin verður aftur í næstu viku somu tíð. Og so kann eg leggja afturat, at til ber at fara inn á jazz.dk at síggja skránna fyri copenhagen jazzfestival. Bei bei. 8. Buleria con Ricardo Anoushka Shankar Buleria Con Ricardo Traveller 2012 Útlitini hjá svartkjaftinum eru góð. Stakroyndir, sum eru tiknar, vísa, at vøksturin er 50 prosent frá í fjør. Tað sigur Erling K aring re Stenevik á norska havgranskingarstovninum við blaðið Fiskeribladet Fiskaren. Kanningar, sum fimm lond arbeiddu saman um í vár, geva orsøk til at vera bjartskygdur um svartkjaftastovnin, sigur norski granskarin. Kanningarnar vísa, at nú kemur trý ára gamal fiskur við í grundarlagið hjá stovninum. Norðsjóvarsildin er eisini væl fyri. ICES, altjóða havgranskingarstovnurin, hevur hækkað heildarkvotuna 75.000 tons, upp í 480.000 tons næsta ár. Søtk verður nú eftir sóknarpresti til Vága prestagjald. David Johannesen, sum hevur verið sóknarprestur í Vágum, gevst 1. august. Tá hevur hann verið prestur í 35 ár, øll árini í Vágum. Í prestagjaldinum eru fimm kirkjusóknir Mykines, Bøur, Sørvágur, Miðvágur og Sandavágur, og umleið 3100 fólk búgva í prestagjaldinum. Føroya Stiftsstjórn sigur, at tey, sum verða liðug við lesturini um jóltíðir og kunnu taka við kallinum 1. januar 2013, kunnu eisini søkja. Umsóknarfreistin er 1. juli. Hákun Steingrímsson er settur sum stjóri L F Meginfelag Búnaðarmanna, MBM. Hákun Steingrímsson er 48 ára gamal. Hann er útbúgvin løgfrøðingur og hevur royndir innan almenna umsiting og leiðsluroyndir í privata vinnulívinum. Hákun Steingrímsson, sum kemur úr einum starvi sum deildarleiðari á Búnaðardeplinum, tekur við stjórastarvinum í MBM í seinasta lagi 1. august. Seinast hesi bæði lið møttust, var í november mánað í fjør. Ta ferðina vunnu makedonar tepurt, úrslitið gjørdist 1 0 til Makedonia. Oljuprísurin fall í dag niður um 100 dollarar fyri tunnuna, og so lágur hevur prísurin ikki verið síðani februar í fjør. Norðsjóvarolja varð fyrrapartin seld fyri 99,63 dollarar fyri tunnuna. Prísurin er lækkaður sløk tvey prosentstig. Seinastu tveir mánaðirnar er oljuprísurin lækkaður 25 dollarar fyri tunnuna. Norski oljugreinarin, Torbjørn Kjus, væntar tó, at oljuprísurin fer at hækka aftur seinna hálvár. Metingin sigur, at oljuprísurin hækkar upp í 110 ella 112 dollarar fyri tunnuna í triðja ársfjórðingi. Torbjørn Kjus sigur við Nettavisen, at búskaparliga støðan í Grikkalandi fer at hava við sær, at prísurin hækkar, tí einki bendir á, at grikkar ætla at seta tiltøkini í verk, sum ES og altjóða gjaldoyragrunnurin, IMF, hava kravt fyri at lata landinum lán. Størri inntøkur Tá norska stjórnin legði fíggjarlógaruppskotið fram í fjør, varð roknað við, at oljuprísurin fór at vera 575 krónur fyri tunnuna. Men í endurskoðaðu fíggjarlógini, sum varð løgd fram 15. mai, verður roknað við einum oljuprísi, sum er 650 krónur. Í løtuni kostar oljan 613 norskur krónur fyri tunnuna. Norski ríkiskassin væntar at fáa 378 milliardir krónur í inntøku frá oljuvinnuni í ár, og tað eru 26 milliardir krónur fleiri enn mett á fíggjarlógini. Býráðið í Fuglafirði vil ikki hava vegleiðandi fólkaatkvøðu um samanlegging við Eysturkommunu. Býráðið feldi í gjár uppskotið hjá Kristinu Toftegaard Larsen um fólkaatkvøðuna. Átta atkvøddu ímóti, og bara Kristina Toftegaard Larsen atkvøddi fyri. Uppskotið hjá Kristinu Toftegaard Larsen kom fyrst í mars. Hon vildi hava fólkaatkvøðuna um samanlegging við Eysturkommunu, áðrenn fólkaatkvøðan hjá Innlendismálaráðnum um samanlegging við alla Eysturoynna var 3.mai. Men á býráðsfundi 29.mars samtykti býráðið eitt broytingaruppskot frá borgarstjóranum um at útseta fólkaatkvøðuna til fólkaatkvøðan hjá Innlendismálaráðnum hevði verið. Tað uppskotið varð samtykt. Í gjár atkvøddi býráðið so um uppskotið hjá Kristinu Toftegaard Larsen, og tað varð felt. Á fólkaatkvøðuni 3.mai var stórur meiriluti í Fuglafjarðar kommunu í móti samanlegging. Taka samanum Í Runavík samtykti býráðið einmælt í gjár at taka saman um samráðingarnar, sum hava verið við Nes kommunu og Sjóvar kommunu um samanlegging og ella samstarv. Innlendismálaráðið vil hava fund við býráðið um kommunusamanlegging, tí Runavík var sjálv onnur kommunan í Eysturoynni, har sum meirluti var fyri, at øll Eysturoyggin er ein kommuna. Hin kommunan er Sjóvar kommuna. Har samtykti bygdaráðið fyrr í vikuni ikki at samráðast við Runavík um samanlegging. Føroyskir granskarar hava ávíst eitt neyvt samband mllum antibiotika, sum inniheldur pivalin sýru, og álvarslig sjúkueyðkenni hjá sjúklingum við CTD. Fyrstu úrslitini eru nú almannakunngjørd í grein í viðurkenda vísindaliga tíðarritinum Journal of inherited metabolic disease. Hetta er samstundis fyrsta greinin, sum er almannakunngjørd í altjóða visíndaligum tíðarriti, ið burturav snýr seg um CTD í Føroyum. Tað eru Jan Rasmussen, lækni og Ph.d. lesandi á Medisinska Deplinum, og Høgni Djurhuus, yvirlækni á Bráðdeplinum á Landssjúkrahúsinum, ið hava skrivað greinina. Í greinini verður greitt frá seks tilburðum, har fólk fingu antibiotika við pivalinsýru fyri bruna, og síðani gjørdust álvarsliga sjúk. At tað var sambandið millum pivalin sýru og CTD, ið gjørdi tey sjúk, gjørdist ikki greitt fyrr enn fleiri ár seinni, tá staðfest varð, at tey høvdu CTD. Nú kann antibiotika við pivalinsýru bert nýtast við serligum loyvi í Føroyum. Føroyski útflutningurin til Kina veksur skjótt og støðugt. Og nýggju krøvini úr Kina fara ikki at steðga útflutninginum. Í fjør summar boðaði Kina frá, at frá í dag, 1.juni, eiga øll, sum útflyta til Kina, at brúka eina nýggja heilsuváttan. Heilsufrøðiliga Starvsstovan fekk at vita í gjár, at Føroyar lúka treytirnar fyri at útflyta til Kina eftir nýggja leistinum. Higartil í ár hevur Heilsufrøðiliga Starvsstovan skrivað 500 heilsuváttanir til fisk og fiskavørur, sum eru seld til Kina. Í 2010, alt árið, vóru 140 heilsuváttanir skrivaðar. Faroe Pelagic fer nú at byggja frystigoymslu á havnarlagnum í Kollafirði. Tórshavnar kommuna gav á býráðsfundi í gjárkvøldið Faroe Pelagic loyvi at langtíðarleiga eitt 4.600 fermetra stórt øki á havnarlagnum í Kollafirði at byggja á. Hetta er økið millum frystigoymsluna hjá Samskip og uppsjóvarvirkið hjá Faroe Pelagic. Við at byggja egna frystigoymslu, fær Faroe Pelagic betri stýrt øllum liðum í framleiðsluni frá tí, at rávøran verður keypt, til lidna vøran verður avskipað. Faroe Pelagic fer tó framhaldandi at hava tørv á at brúka frystigoymsluna hjá Samskip til virksemið hjá felagnum í Kollafirði. Faroe Pelagic byrjaði sítt virksemi í desember 2009. Síðan virkið læt uppaftur, eru fleiri útbyggingar gjørdar, og framleiðsluorkan er í løtuni umleið 900 tons um samdøgrið. Men málið er at koma upp á 1200 tons. Faroe Pelagic ætlar eisini goymlsuna til pakkitilfar. Tí hevur virkið eisini fingið játtað eitt 350 fermetra lendi á havnarlagnum í Kollafirði til hetta endamál. Í dag fer fútin at biðja Føroya rætt um at lata mannin, sum gjørdi um seg í Suðuroynni 7. mai, vera fýra vikur afturat í varðhaldinum. Maðurin er skuldsettur fyri millum annað drápsroynd, tá hann skeyt út gjøgnum eitt vindeyga í gistingarhúsinum í Øravík, meðan politiið og avvarðandi hjá manninum vóru í túninum. Hann er eisini skuldsettur fyri at hava sett eld á inni í matstovuni í gistingarhúsinum. Maðurin, sum er 21 ára gamal, varð varðhaldsfongslaður í grundlógaravhoyring sunnukvøldið 7.mai. Hann tók í grundlógaravhoyringini ikki rættiliga støðu til skuldsetingarnar, tí hann segði seg lítið og einki minnast. Rætturin avgjørdi, at maðurin skuldi persón og mentalkannast. Persónkanningin er liðug, men tað er mentalkanningin ikki. Bíðað verður eisini eftir úrslitunum av kriminalteknisku kanningunum, sum verða gjørdar í Danmark. Fýra serfrøðingar úr Danmark kannaðu skaðarnar í gistingarhúsinum í Øravík. Talan er um tríggjar brunaserfrøðingar og ein vápnaserfrøðing. 44 umsóknir vóru um stuðul og søkt var um í alt 35,3 milliónir krónur Aftur í ár vóru fleiri sera góðar og viðkomandi verkætlanir, sum nevndin noyddist at geva avslag orsakað av avmarkaða fíggjarkarminum, sigur granskingarnevndin. Umsóknirnar, sum hava fingið játtað stuðul úr Granskingargrunninum í 2012, eru hesar. Samtakið Føroya Lívstrygging og Tryggingarfelagið Lív hevði tilsamans 316 milliónir krónur í halli eftir skatt í fjør. Høvuðsorsøkin til vánaliga úrslitið er, at avsetingar til lívstryggingar eru hækkaðar. Uppgerðarrentan er lækkað samstundis sum rentan á fíggjarmarknaðinum er lækkað. Uppgerðarrentan er renta, ið avsetingar fyri lívstryggingarvirksemi verður uppgjørd eftir. Tryggingarfelagið Lív, sum teknar tryggingar, hevði góðar átta milliónir krónur í avlopi. Íløguavkastið var góð 10 prosent eftir fyrisitingarkostnað. 14 prosent fleiri tryggingar vórðu teknaðar. Í fjør var meginparturin av íløgunum hjá samtakinum í lánsbrøvum. Av tí at rentan á lánsbrøvum lækkaði, hækkaði kursurin, og lánsbrøvini góvu tí 7,5 prosent í avkasti. Landskassaveðhaldið 530 milliónir krónur Allar tryggingar í samtakinum, sum vórðu teknaðar fyri 1. januar 2000 vórðu teknaðar í móðurfelagnum, Føroya Lívstrygging. 1. januar í 2000 steðgaði nýtekning av tryggingum við landskassaveðhaldi, og síðani eru allar tryggingar teknaðar í dótturfelagnum, Tryggingarfelagnum Lív. Seinastu árini er landskassaveðhaldið tikið við í roknskapin. Støddin á veðhaldinum fylgir ásetingunum fyri lívstryggingar. Lága uppgerðarrentan hevur við sær, at avsetingin veksur og harvið eisini landskassaveðhaldið. Við árslok í fjør var landskassaveðhaldið 530 milliónir krónur Á ársaðalfundinum bar Jógvan Mørkøre seg undan afturvali, og í hansara stað var Palli Petersen valdur. Hinir nevndarlimirnir vórðu afturvaldir. Teir eru Finn Danberg, Gunnleyg Árnafjall, Kári Petersen og Gunnleivur Dalsgarð. Manningar á føroyskum fiskiskipum undir føroyskum flaggi, sum fara at fiska makrel í summar, og manningar á móttøkuskipum í føroyskum øki skulu verða løntar samsvarandi sáttmálum, sum eru galdandi á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Tað hava andstøðutinglimirnir, Aksel V. Johannesen, Henrik Old, Høgni Hoydal og Páll á Reynatúgvu, skotið upp, nú tingið hevur triðju viðgerð av lógaruppskotunum, sum skulu stýra makrelfiskiskapinum í summar. Hetta er sama broytingaruppskot, sum minnilutin í Vinnunevndini setti fram við aðru viðgerð. Teir skjóta eisini upp, at fiskiskip og móttøkuskip skulu ikki fáa loyvi at fiska ella taka ímóti makreli, fyrr enn tey kunnu vátta fyri landsstýrismanninum, at tey hava sáttmálar við manningarfeløgini. Føroyskir hýrusáttmálar Samgongutingmenninir, Alfred Olsen, Bjarni Djurholm, Hanus Samró og Jógvan Skorheim, hava eisini eitt uppskot um lønarviðurskiftini. Teir mæla til, at manningar á skipum og móttøkuskipum undir føroyskum flaggi skulu lønast sambært føroyskum hýrusáttmálum, sum tað stendur í uppskotinum. Í minsta lagi tríggir fjórðingar av manningini skulu vera føroyingar, og útlendingar, sum hava arbeiðs og uppihaldsloyvi í Føroyum, verða javnsettir við føroyingar, stendur í uppskotinum frá samgongutingmonnunum. Løgtingið er farið undir triðju viðgerð av lógaruppskotunum, sum skulu stýra makrelfiskiskapinum í summar. Fýra broytingaruppskot eru løgd fram, tvey frá samgongutinglimum og tvey frá andstøðutinglimum. Samgongulimirnir í vinnunevndini, Alfred Olsen, Bjarni Djurholm, Hanus Samró og Jógvan Skorheim, skjóta upp at avtaka ásetingina um uppboðssølu, tí samgongan er samd um, at eingin makrelur skal seljast á uppboðssølu í ár. Skipanin við uppboðssølu er tó ikki slept, tí ein partur av arbeiðssetninginum um at dagføra lógina um vinnuligan fiskiskap snýr seg um uppboðssølu, siga teir fýra samgongumenninir, sum hava lagt broytingaruppskotið fram. Sagt verður í viðmerkingunum til uppskotið, at arbeiðsbólkurin skal verða mannaður við umboðum fyri allar flokkar á tingi. Arbeiðsbólkurin skal ganga alla loyvisskipanina ígjøgnum og gera neyðugar broytingar. Endamálið við tí er at tryggja, at greiður ræðisrættur er knýttur at veiðiloyvum, fiskidøgum og kvotum, herundir um veiðirættindi skulu seljast á uppboðssølu, verður sagt í viðmerkingunum til uppskotið. Nær atkvøtt verður í málinum er ikki greitt enn, men løgmaður hevur sagt, at tað er eitt krav, at øll samgongufólk atkvøða fyri broytingaruppskotinum. Alt bendir nú á, at nýggi Liverpool venjarin eitur Brendan Rodgers. Allir fjølmiðlar, sum eru tætt at reyða Liverpool felagnum skriva, at sáttmáli verður undirskrivaður um fáar tímar. Sosatt verður tað ein bretsk loysn fyri eina bretska loysn. Brendan Rogers, sum er norðuríri, avloysir skotan, Kenny Dalglish, sum her fyri bleiv sagdur úr starvinum. Brendan Rodgers er bara 39 ára gamal. Hann hevur verið venjari í fremstu røð síðan 2008. Fyrst í Watford, síðan Reading, og síðan 2010 hevur hann staðið á odda fyri Swansea City, sum endaði á ellinta plássi í Premier League hetta kappingarárið. Enskir miðlar lýsa Brendan Rodgers, sum ein venjara, sum leggur dent á tekniskan fótbólt. Liverpool venjarar síðan 1985 1985 1991 Kenny Dalglish 1991 1994 Graeme Souness 1994 1998 Roy Evans 1998 2004 Gerard Houllier 2004 2010 Rafael Benitez 2010 2011 Roy Hodgson 2012 2012 Kenny Dalglish Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, er nøgdur við tað, sum danska stjórnin hevur gjørt í makreltrætuni millum Føroyar og ES. Í røðu síni á Christiansborg í gjár, tá endaorðaskifti var í fólkatinginum, segði Sjúrður Skaale, at ES er til reiðar at fara so langt í hesum málinum, at tað stríðir ímóti altjóða lóg. At Danmark í útgangsstøðinum ikki fer at atkvøða fyri at seta tiltøk í verk móti Føroyum, at tiltøkini í ringasta føri verða avmarkað, og er til reiðar at leggja málið fyri WTO ella ES dómstólin, kann eg ikki vera misnøgdur um. Eg haldi, at stjórnin, ið hvussu er fyribils, hevur funnið eina skilagóða javnvág í viðurskiftunum millum ES og Føroyar, segði Sjúrður Skaale. Hann minti tó á, at málið er ikki liðugt enn. Danmark kann ikki einsamalt gera av, hvat ES skal gera. Men stigini, sum stjórnin er sinnað at taka í makremálinum, kunnu fáa stóran týdning. Ríkisfelagsskapurin sleppur at standa sína roynd, um og nær tiltøk verða sett í verk, segði Sjúrður Skaale. Tá samráðingar verða aftur í heyst um heildarveitingina úr ríkiskassanum, eiga Danmark og Føroyar at semjast um eina rímiligari skipan at loysa felags uppgávur. Tað segði Edmund Joensen, fólkatingsmaður, tá endaorðaskifti var á Christiansborg í gjár, nú fólkatingsárið fer at halla. Edmund Joensen segði, at tað at heildarveitingin er lækkað, og hevur verið læst føst seinastu 10 árini, hevur havt við sær, at Føroyar rinda ein størri part av útreiðslunum til felagsmál, hóast tey ikki eru yvirtikin. Útreiðslurnar til felagsmálini hava annars verið býttar javnt millum ríkiskassan og føroyska landskassan. Hann vísti á, at í 2002 rindaði føroyski landskassin 49 prosent av útreiðslunum til heilsumál, men nú ber landskassin 63 prosent av kostnaðinum. Edmund Joensen segði, at stjórnin hevur skyldu at gera eina avtalu við landsstýrið, sum býtir útreiðslurnar til felagsmálini javnari. Fyri 10 árum síðani lurtaði stjórnin eftir fullveldislandsstýrinum um at skerja heildarveitingina og at fastfrysta hana. Nú, 10 ár seinni, vil stjórnin ikki lurta eftir einum øðrum ynski frá einum nýggjum landsstýri, sum rekur annan politikk. Tað er óskiljandi, segði Edmund Joensen í røðu síni í fólkatinginum í gjár. Higartil eru 42 milliónir krónur brúktar upp á Marknagilsdepilin. Tað upplýsir Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, í svari til Høgna Hoydal, formann í Tjóðveldi. Í fyrispurningi vildi Høgni Hoydal vita, hvussu nógvur peningur higartil er brúktur í sambandi við Marknagilsdepilin, og hvussu stórur partur av peninginum er goldin til føroyskar fyritøkur. Sambært landsstýrismanninum í mentamálum eru higartil brúktar umleið 42 milliónir krónur til projektering og útbjóðingartilfar. Av hesum eru slakar 38 milliónir fasti prísurin, sum varð avtalaður við heildarráðgevan, Bjarke Ingels Group Aps, fyri projekt, útbjóðingartilfar og projektuppfylging. Landsstýrismaðurin veit tó ikki at siga, hvussu stórur partur av hesi upphæddini verður avroknaður við tær fimm føroysku fyritøkurnar, sum eru við í ráðgevaratoyminum. Verklagslógin fyri Marknagil, sum er frá 2008, ásetir, at skúladepilin kann kosta í mesta lagi 391 milliónir krónur Harafturat skulu brúkast 60 milliónir til innbúgv og aðra útgerð, ella tilsamans 451 milliónir krónur Samgonguflokkarnir fara fyrrapartin hvør sær at umrøða eitt broytingaruppskot um makrelbýtið. Makrelbólkurin samdist í gjárkvøldið um eitt broytingaruppskot, sum skal samtykkjast við triðju viðgerð í løgtinginum í dag, so uppskotið um at selja 23.000 tons av makreli á uppboðssølu samstundis verður felt. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður vil ikki siga, hvat stendur í broytingaruppskotinum, men tað byggir á, at landskassin skal hava 128 milliónir krónur í tilfeingisgjaldi av makrelinum, soleiðis sum ætlanin hevur verið. Um so nakað, ella einki skal seljast á uppboði, ella um pengarnir skulu fáast til vega á annan hátt, vil løgmaður ikki siga nakað um, so leingi sum flokkarnir viðgera uppskotið. Men løgmaður sigur seg vera vísan í, at broytingaruppskotið verður samtykt í tinginum seinnapartin. Og tað er eitt krav, at øll samgongan tekur undir við broytingaruppskotinum, sigur hann. Játtanin skal halda. Annars vil Fíggjarnevndin ikki mæla løgtinginum til at játta 36 milliónir krónur til at útbyggja Tekniska skúla í Klaksvík. Í áliti sínum um uppskotið hjá Bjørn Kalsø, landsstýrismanni við mentamálum, leggur ein samd Fíggjarnevnd áherðslu á, at ein greið byggiskrá og ein endalig forverkætlan eru gjørdar, áðrenn farið verður víðari við verkætlanini. Harafturat skal landsstýrismaðurin tryggja, at verkætlanin ikki kostar meira enn 36 milliónir krónur, tá alt er tikið við, eisini prosjektering og innbúgv. Innbúgv er ikki við í uppskotinum hjá Bjørn Kalsø, landsstýrismanni. Útbyggingin samskipast Fíggjarnevndin áleggur eisini landsstýrismanninum við mentamálum at samskipa útbyggingina av Tekniska skúla í Klaksvík við umbygging og útbygging av miðnámsskúlunum á Kambsdali. Serliga týðandi er at tryggja, at hølisviðurskiftini í Klaksvík og á Kambsdali verða gjørd samsvarandi tí undirvísing, sum skal vera á hesum støðum í framtíðini, sigur Fíggjarnevndin. Treytað av øllum hesum, tekur ein samd Fíggjarnevnd undir við verklagslógini hjá landsstýrismanninum og mælir løgtinginum til at samtykkja uppskotið. Fyri løtu síðani endaði samgongufundurin í Tinganesi, men tað er framvegis ógreitt, um allir samgongutingmenninir fara at atkvøða fyri broytingaruppskotinum í makrelmálinum, sum verður lagt fram við triðju og endaligu viðgerð í morgin. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, sigur, at nú fara limirnir í makrelbóllkinum og samgongutingmenninir í vinnunevndini at orða eitt broytingaruppskot. Hvat fer at standa í broytingaruppskotinum vil løgmaður einki siga um. Tá uppskotið frá andstøðuflokkunum í vinnunevndini um at selja ein part av makrelinum á uppboðssølu var til atkvøðugreiðslu við aðru viðgerð í gjár, atkvøddu báðir tingmenninir hjá Miðflokkinum og Eivin Jacobsen úr Sambandsflokkinum fyri, og tí varð uppskotið samtykt við teprum meiriluta. Tað elvdi til rumbul í samgonguni, sum fór á fund um støðuna seinnapartin. Løgmaður sigur í kvøld, at tá makrelmálið kemur til triðju viðgerð í morgin, fer øll tingmanningin hjá Sambandsflokkinum at atkvøða fyri broytingaruppskotinum. Hinvegin er ikki greitt, hvussu eitt nú tingmenninir hjá Miðflokkinum, Jenis av Rana og Bill Justinussen, fara at atkvøða. Men tað skilst á lagnum, at alt verður gjørt til tess at røkka eini semju í samgonguni fyri tingfundin í morgin, sum byrjar klokkan 13.30. Tað ber ikki til, at Posta framhaldandi fyri almennan pening skal sleppa at undirgrava kappingina á flutningsmarknaðinum. Tað heldur Poul Michelsen, løgtingsmaður, sum hevur sett Johan Dahl, landsstýrismanni, átta spurningar um Posta. Og Posta fær av at vita frá formanninum í Framsókn. Poul Michelsen spyr millum annað, um Posta sleppur at hava undirskot, til øll eginognin er brúkt, uttan at nakar talar at. Poul Michelsen vil hava at vita frá Johan Dahl, hví Posta ikki skal rekast eftir somu treytum sum privatu flutningsfyritøkurnar, Posta kappast við. Og hvørji avrikskrøv, landsstýrið ætlar at seta Posta í framtíðini. Løgtingsmaðurin heldur, at Posta hevur prógvað, at almenna partafelagið klárar ikki at kappast, men virksemið heldur kortini ótarnað fram. Poul Michelsen vil eisini hava at vita frá Johan Dahl, um hann heldur tað vera í lagi, at Posta seinastu fimm árini hevur brúkt yvir 20 milliónir krónur til at kappast við privatu feløgini. Harafturat fær Posta sum ískoyti til raksturin rættiliga stórar inntøkur av at leiga út bygningin við Óðinshædd í Havn, sigur Poul Michesen. Grønlendski landsstýrisformaðurin, Kuupik Kleist, er væl nøgdur við frágreiðingina um CIA fangaflúgvingina í donskum, grønlendskum og føroyskum loftrúmi. Tað skrivar Ritzau. Frágreiðingin, sum Dansk Institut for Internationale Studier, stytt DIIS, hevur gjørt, staðfestir, at einki grundarlag er fyri uppáhaldinum um avtalað spæl millum Danmark og USA í sambandi við CIA flúgvingar yvir Grønlandi. DIIS hevur skrivað ein nágreiniliga frágreiðing út frá tí arbeiðssetningi, sum grønlendska Sjálvstýrið bað um og hevur lýst torskilda økið, sum hetta málið snýr seg um, sigur Kuupik Kleist. Í frágreiðingini hjá DIIS, verður millum annað sagt, at donsku, grønlendsku og føroysku myndugleikarnir hvørki vistu um ólógliga flúgving, ella um flogfør høvdu millumlent. Men tað kann hvørki váttast ella avsannast, at ólóglig flúgving hevur verið í donskum, grønlendskum ella í føroyskum loftrúmi, staðfestir frágreiðingin. Tað vóru Kuupik Kleist og danski uttanríkisráðharrin, Villy Søvndal, sum í november í fjør bóðu DIIS um at kanna eina røð av spurningum í CIA málinum. Grønlendski landsstýrisformaðurin og danski uttanríkisharrin fara nú í felag at viðgera frágreiðingina. Danska stjórnin vil hava, at tey okkurt um 75 fólkini, sum arbeiða fyri danska statin í Føroyum, verða undantikin broytingunum í pensjónslógunum í Føroyum. Talan er um broytingina, sum kom á nýggjárinum, um at skatta inngjaldið av eftirlønini. Og uppskotið um eftirlønarlóg, sum er á veg. Í brævi til Jørgen Niclasen fyri trimum vikum síðani sigur danski fíggjarmálaráðharrin, Bjarne Corydon, at staturin er bundin av sáttmálum við fakfeløg. Sambært hesum sáttmálum velja fakfeløgini sjálvi, hvat eftirlønarfelag skal fáa pengarnar frá limum felagsins. Sambært eftirlønarlógini, sum er á veg, skal øll eftirløn hjá fólki, sum arbeiðir í Føroyum, vera í føroyskum feløgum. Bað um stundir Í brævinum nevnir danski ráðharrin ein fund, hann hevði við Jørgen Niclasen 12.desember í fjør. Har tosaðu teir millum annað um at skatta inngjaldið av eftirlønini. Danska stjórnin bað um stundir og umstøður til at kanna, hvørjar avleiðingar ætlaða lógarbroytingin fór at fáa fyri fólkið hjá statinum í Føroyum. Síðani gevur Bjarne Corydon hálva vegna ilt av sær. Hann skrivar, at hann hevur skilt, at løgtingið í desember samtykti lógina. Lógin var tí sett í verk, uttan at staturin sum arbeiðsgevari, ella onnur, sum varða av málinum, eitt nú fakfeløgini, sum hava sáttmála við statin, fingu høvi til siga sína hugsan um lógaruppskotið, sum tey ikki fingu til hoyringar. Ger seg inn á sáttmálar Fíggjarmálaráðharrin sigur, at lóggávan í Føroyum ger seg inn á sáttmálarnar hjá statinum við fakfeløgini. Danska Fíggjarmálaráðið hevur kunnað feløgini hjá starvsfólkunum. Feløgini fara at senda sínar viðmerkingar um eftirlønarlógina beinleiðis til landsstýrið. Fíggjarmálaráðið er í ferð við at skriva svarið til danska fíggjarmálaráðharran, og tað verður væntandi sent fyrst í næstu vku. Í dag fer føroyska manslandsliðið til Luksemburg, har teir luttaka í EM undankapping, sum verður í døgunum 1.juni til 3.juni. Føroyar eru í bólki við Skotlandi, Írlandi, Norðurírlandi og Luksemburg. Hópurin Rasmus Mortensen Potts, TB Fróði Bærentsen, TB Ólavur Jensen, SÍ Jón Joensen, SÍ Bogi Midjord, Fleyr Suni Juul Pedersen, Fleyr Bjarni Larsen, ÍF Thorvald Danielsen, Mjølnir Jón Syderbø, Mjølnir Trygvi Hansen, Mjølnir Jóhan Petur á Stongum, Aalborg Volley Gunnar Olsen Jørgensen, Aalborg Volley Venjari hjá føroyska liðnum er Romica Øster. Suni Hansen er hjálparvenjari, Føroyar skulu spæla fýra dystir. Tann fyrsti verður fríggjadagin móti Írlandi. Leygardagin eru tveir dystir á skránni, tá spæla Føroyar ímóti Luksemburg og Norðurírlandi. Sunnudagin verður spælt móti Skotlandi Sasa Kolman hevur spælt í verjuni hjá FC Suðuroy hetta kappingarárið, og nú verður hann spælandi venjari. Sa a hevur tikið venjaraútbúgving í heimlandi sínum. Tórður W. Holm verður hjálparvenjari. FC Suðuroy skrivar á heimasíðuni, at avtalan við Sasa Kolman er galdandi fyri hetta kappingarárið Tær 330.000 krónur, sum Strandferðslan sparir, tá hon sleppur undan umhvørvisavgjaldinum á tungolju, eigur Kappingarráðið at fáa til at kanna ómaksgjøldini og kostnaðarstigið annars hjá peningastovnunum. Tað halda andstøðufólkini í Fíggjarnevndini, sum hevur skrivað álit um uppskotið hjá landsstýrinum um eykajáttanarlóg. Í uppskotinum biður Vinnumálaráðið um 100.000 krónur til at byrja kanningina. Minnilutin vil leggja 330.000 krónur afturat, nú tær verða spardar aðrastaðni. Kanningin, sum skal byrja í ár og vera liðug næsta ár, er mett at kosta eina millión. AElig tlanin er at kanna kostnaðarstigið hjá peningastovnunum fyri at meta, um ómaksgjøldini og rentustigið í Føroyum kunnu grundgevast við serliga høgum kostnaðarstigi í Føroyum, ella um orsøkin er vantandi kapping. Meirilutin í Fíggjarnevndini mælir til at brúka tær 330.000 krónur, sum Strandsferðslan sparir, til orkumál, so Orkudepilin á Kambsdali verður ávegis avgreiddur. 18,2 milliónir krónur verða fluttar í fíggjarlógini sambært uppskotinum hjá landsstýrinum um eykajáttanarlóg. Uppskotið kostar ikki landskassanum meira enn fíggjarlógin ger, tí allar eykajáttanir eru útreiðsluneutralar. Meirilutin í Vinnunevndini, samgongan og Framsókn, heldur eins og SEV, at SEV skal hava ávirkan, tá Vinnumálaráðið gevur loyvi til vindorku. Meirilutin mælir til, at landsstýrismaðurin skal ráðføra seg við SEV, áðrenn lýst verður eftir umsóknum um loyvi at seta upp vindmyllur. SEV skal eisini sleppa at koma við ráðum, tá Vinnumálaráðið viðger umsóknir, sum eru komnar, uttan at lýst er eftir umsóknum. Og tað var júst tað, sum SEV bað um, tá fólk hjá SEV vóru á fundi við Vinnunevndina. Og hetta er eisini tað, sum galdandi lóg sigur. Johan Dahl, landsstýrismaður, vil hava elveitingarlógina broytta, so treytin um, at vindorkan skal bjóðast út hvørja ferð, verður strikað. Hetta skal skunda undir vindorkuna, sigur landsstýrismaðurin. Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin mæla landsstýrismanninum til at taka uppskot sítt aftur og fyrireika broytingar í elveitingarlógini betur, áðrenn uppskotið kemur aftur í tingið. Teir báðir andstøðuflokkarnir mæla tinginum frá at samtykkja uppskotið hjá Johan Dahl. Kringvarpið brýtur avtalu við hyggjaran. Tað heldur felagið Føroysk Miðlafólk, sum átalar avgerðina hjá Kringvarpinum at leggja Dag og Viku niður í summar. Við avgerðini hjá Kringvarpinum er tann miðilin, sum mong meta sum tann sterkasta, nevniliga sjónvarp, tikin burtur úr tíðindaheiminum í sjey vikur. Hyggjarin rindar, men vakthundurin leggur seg at sova alt summarið, sigur Miðlafelagið í skrivi. Felagið hjá miðlafólkunum vísir til Public Service sáttmálan millum Mentamálaráðið og Kringvarpið, har tað verður kravt, at Kringvarpið raðfestir tíðindi ovarlaga bæði í útvarpi og sjónvarpi. Hesum eigur stýrið fyri Kringvarp Føroya ikki at loyva leiðsluni í Kringvarpiunm at síggja burtur frá, hóast stovninum vantar pengar, skrivar nevndin í Felagnum Føroysk Miðlafólk 1. juni, tað er fríggjadagin, verður loyvi at koyra á alfaravegi við lendisakførum. Loyvið er tó avmarkað til bara at fevna um yrkisligan flutning til ella frá, ella millum arbeiðsøki . Og harafturat skal flutningurin vera á stytst møguligum strekki. Innlendismálaráðið boðar frá, at fyri at kunna koyra eitt skrásett lendisakfar, krevst koyrikort til annaðhvørt bil ella motorsúkklu, og sostatt er 18 ára aldursmark galdandi. Ferðmarkið fyri koyring við lendisakførum er í fjølbygdum øki 50 km t og uttan fyri fjølbygt øki 60 km t. Harumframt eru reglurnar um rúsdrekkakoyring tær somu sum fyri koyring við vanligum bili. Tað merkir, at alkoholstyrkin í blóðinum ikki má fara upp um 0,20 promillu. Tað er ikki kappingaravlagandi, at partafelagið Palli hjá Marionnu keypir triðingin av smápartafelagnum Vesturskin. Tað sigur Kappingarráðið, sum hevur góðkent uttan at leggja nakra treyt við, at Palli hjá Marionnu yvirtekur triðingin av Vesturskini. Kappingarráðið sigur, at felagið Palli hjá Marionnu er í uppsjóvarvinnuni, og Vesturskin er í botnfiskavinnuni. Kappingarráðið sigur, at virkna kappingin verður ikki hindrað, tí ein marknaðarráðandi støða verður hvørki skapt ella styrkt, hóast Palli hjá Marionnu keypir 33,667 prosent av Vesturskini. Tey bæði feløgini hava avtalað, at Palli hjá Marionnu lænir Vesturskini átta milliónir krónur til at umbyggja trolararnar Brestir og Vesturleika. Ein tepur meiriluti av løgtinginum tók seinnapartin undir við, at partur av makrelinum í summar skal seljast á uppboði. Andstøðuflokkarnir Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn áttu í felag broytingaruppskotið í vinnunevndini um, at 23.000 tons av føroysku makrelkvotuni skal seljast á uppboði. 13 andstøðulimir atkvøddu fyri hesum broytingaruppskoti og saman við teimum tríggir samgongulimir, Jenis av Rana og Bill Justinussen úr Miðflokkinum, og Eivind Jacobsen úr Sambandsflokkinum. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur longu orðað uppskot til kunngerð, har føroyska eginkvotan av makreli verður býtt. Verður uppboðssøla av 23.000 tonsum endaliga samtykt, noyðist Jacob Vestergaard at býta makrelin av nýggjum. Eg fari at halda meg til tað, sum verður endaliga samtykt við 3. viðgerð hósdagin, og so má eg taka støðu út frá tí. Tað er einasta viðmerkingin hjá Jacobi Vestergaard í kvøld. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, sigur, at tað er ikki í lagi, at samgongulimir atkvøða, sum teir gjørdu í dag. Samgongufundur verður um málið í morgin, og tá verður farið at telja, hvussu nógvir flokkar eru í samgonguni, sigur løgmaður. Makrelmálið kemur til endaliga viðgerð á tingfundi hósdagin. Dagurin í dag kann gerast avgerandi fyri, um Mitt Romney verður tann, sum skal bjóða Barack Obama, forseta, av á forsetavalinum í november. Í dag er undanval í Texas, og vinnur Mitt Romney, kann hann tryggja sær helmingin av valfólkunum, sum eru 1144 tilsamans. Í Texas skulu 155 valfólk veljast. Mitt Romney royndi eisini at gerast valevni í 2008, men tá tapti hann fyri John McCain, sum síðani tapti ímóti Barack Obama. Kemur Mitt Romney upp um helvtina av valfólkunum í dag, er lítið av ivast í, at republikanski flokkurin fer at kjósa hann til valevni á floksfundinum, sum verður í august. Vinnur Mitt Romney í dag, fer hann alt fyri eitt undir at fyrireika seg til floksfundin, og samstundis eisini til sjálvt forsetavalið. Romney hevur lagt stóran dent á búskaparligu støðuna higartil, og meiningakanningar vísa, at á tí økinum hevur hann eins stóra undirtøku og Barack Obama, forseti. Mitt Romney er mormonur, og nógv í USA meta hann tí ikki sum ein veruliga kristnan. Tað kann fáa týdning, tí átrúnaður hevur stóran týdning í USA. Mitt Romney hevur givið lyfti um, at arbeiðsloysið skal niður í seks prosent, um hann verður forseti. Arbeiðsloysið er ongantíð komið niður um átta prosent síðani fíggjarkreppuna. Gongd er nú komin á arbeiðið upp á nýggja ellis og røktarheimið í Klaksvík. Hóast onkrar seinkingar hava verið, heldur tíðarætlanin, og heimið verður reist 14. september, upplýsa Fuglark arkitektar, sum hava byggileiðsluna. Ellis og røktarheimið verður innlokað um hálvan november, og tað skal eftir ætlan takast í nýtslu í juni næsta ár. Pláss verður fyri 24 búfólkum, men búeindirnar verða innrættaðar soleiðis, at tað eisini skal bera til hjá eitt nú hjúnafelaga at vera á heiminum, um tørvur er á tí. Eisini verður dentur lagdur á at nýta alla nútímans tøkni og hentleikar, so tað verður so arbeiðsligt hjá starvsfólkunum sum til ber, og heimið verður eisini gjørt soleiðis, at tað sparir nógva orku. Gólvvíddin er 2670 fermetrar, og nýggja ellis og røktarheimið í Klaksvík verður mett at kosta 55,6 milliónir krónur Tað kann hvørki váttast ella avsannast, at amerikansk flogfør hava nýtt grønlendskt, føroyskt ella danskt loftrúm til fangaflutning. Danskir, føroyskir og grønlendskir myndugleikar hava einki vitað um ólógliga flúgving við CIA flogførum, ella um tey hava millumlent við fangum. Tað sigur Dansk Institut for Internationale Studier, DIIS, sum hevur skrivað frágreiðing um málið. Sostatt verður danska uttanríkisráðið fríkent í málinum um fangaflutningin í 2008. Komið er til somu niðurstøðu, sum ein onnur kanningarnevnd kom til, tá hon kannaði CIA flúgvingina fyri nøkrum árum síðani. DIIS vísir tó á, at stovnurin hevur havt avmarkaðar møguleikar at kanna málið. Eitt nú hevur ikki borið til at avhoyrt ráðharrar og embætisfólk. Villy Søvndal, uttanríkisráðharri, er kortini væl nøgdur. Hann sigur, at DIIS hevur kannað málið gjølla. Hittir Kuupik Kleist Í morgin fer Villy Søvndal at hitta grønlendska landsstýrisformannin, Kuupik Kleist, á máli um kanningina. Hvørki Villy Søvndal ella Kuupik Kleist vilja gera viðmerkingar fyri fundin í morgin. Frank Aaen úr Eindarlistanum, sum var millum teirra, ið vildu hava eina óhefta kanning, er ikki nøgdur við frágreiðingina frá DIIS. Hon byggir á eitt veikt grundarlag, tí bert skrivlig skjøl eru viðgjørd, og eingin er avhoyrdur. Vit vistu frammanundan, at skal hetta málið kannast út í æsir, er neyðugt at avhoyra fólk, sum hittu amerikanska sendiharran í Danmark um tað mundið, fangaflutningurin var, sigur Frank Aaen við tíðindastovuna hjá Berlingske. Parkeringarvørðar í Danmark og aðra staðni í Evropa virða ikki føroyska skeltið, sum sigur, at bilførarin ber brek, og tí hevur rætt til at seta bilin á básar, sum eru ætlaðir fólki, ið bera brek. Innlendismálaráðið og MBF, Meginfelag teirra brekaðu, hava fingið at vita, at nógvir føroyingar, ið bera brek, sum hava ferðast í bili í Danmark og aðrastaðni í Evropa, hava fingið parkeringarbót. Innlendismálaráðið ætlar tí at fáa ferðslulógina broytta, so føroysku skeltini fáa somu útsjónd sum handikapskeltini í ES. Lógarbroytingin verður tó ikki gjørd fyri summarfrítíðina í ár. Tí hevur Innlendismálaráðið vent sær til Danske Handicaporganisationer fyri at vita, um føroyingar kunnu útvega sær eitt danskt skelti at seta á bilin. Og tað er í lagi, hevur Innlendismálaráðið fingið at vita. Danska skeltið er viðurkent í ES, og kann tí brúkast í øllum ES londum. Fyri at fáa danskt handikapskelti skal umsókn sendast til Danske Handicaporganisationer. Umsøkjarin og kommunulækni skulu skriva umsóknarblaðið, sum kann takast niður á heimasíðuni handicap.dk. Skeltið kostar 425 krónur, og tað er galdandi í 10 ár. Umsóknartíðin er okkurt um fýra vikur. Ein jarðskjálvti nærindis Bologna í italia í morgun hevur kravt í minsta lagi 10 mannalív. Hetta er onnur ferðin henda mánaðin, at jarðskjálvti er í Italia. Skjálvtin í morgun var máldur til 5,8 á Richter stiganum. Hann hevði miðdepil 40 kilometrar norðan fyri Bologna og 60 kilometrar eystan fyri Pama á somu leið, sum hin skjálvtin var. Hann kravdi sjey mannalív og gjørdi stóran skaða. Sambært italskum fjølmiðlum rapaðu fleiri bygningar av jarðskjálvtanum í morgun, har fleiri túsund fólk framvegis halda til í tjøldum eftir skjálvtan 20. mai. Tað er ein gøla, at bert ein brotpartur av játtanini til íløgur á fíggjarlógini er brúktur higartil í ár. Tað sigur Magnus Magnussen, formaður í Føroya Handverksmeistarafelag. Eitt av endamálunum við at hækka íløgukarmin var at skapa virksemi í einari tíð, tá privati eftirspurningurin er lítil. Hetta endamálið verður sjálvandi ikki rokkið, um íløgurnar ikki verða settar í gongd, sigur Magnus Magnussen, sambært Vinnuhúsinum. Bert 20 30 milliónir krónur nýttar Í ár eru játtaðar 266 milliónir krónur til íløgur. Av hesum eru umleið 55 milliónir játtaðar til skúladepilin í Marknagili. Harumframt vórðu nærum 100 milliónir krónur fluttar frá árinum fyri, men bert 20 30 milliónir krónur eru nýttar higartil. Magnus Magnussen sigur, at tað er ein afturvendandi trupulleiki, at størri parturin av íløgujáttanini verður goymdur til seinna hálvár. Og nú møguleiki er at støðla ónýtta játtan, er ikki neyðugt at nýta peningin í tí fíggjarári, hann er játtaður. Føroya Handverksmeistarafelag sigur, at miðfyrisitingin og almennu stovnarnir stríðast um, hvør hevur ábyrgdina av, at íløgurnar koma í drag. Men sama, hvør orsøkin er, eigur hetta ikki at koma fyri, sigur felagið. Minkað ein fjórðing Byggivinnan er í teirri støðu, at hon er minkað ein fjórðing seinastu árini, og ordrabøkurnar eru um at vera tómar. Tí er stórur tørvur á at halda virkseminum í gongd, sum løgtingið hevur samtykt. Verða íløgurnar lagdar væl til rættis og neyðugar raðfestingar gjørdar., er hetta eingin trupulleiki. Tíðin er komin at rudda upp, sigur Magnus Magnussen, formaður í Føroya Handverksmeistarafelag. 30 dagar í fongsli. Tað var revsingin, sum ein 26 ára gamal maður fekk fyri at geva einum løgreglumanni nevan frammaná. Maðurin tók við dóminum, sum hann fekk fríggjadagin. Hann noktaði seg annars sekan í at hava sligið løgreglumannin. Tað var tíðliga ein sunnumorgun síðst í november í fjør í miðbýnum í Havn, at løgreglan bað mannin sissa seg og seta eitt jólatræ, sum hann hevði tikið, upp á pláss aftur. Men maðurin rópti og leikaði í og gjørdi tað, sum ákæruritið kallar samlejebevægelser móti løgreglukvinnuni, sum bað hann seta jólatræið upp á pláss aftur. Maðurin varð so handtikin, og tá var tá, hann gav løgreglumanninum nevan frammaná. Úrslitið hjá føroysku vinnuni var nógv betri í 2010 enn í 2009. Tað skrivar Hagstovan á sínari heimasíðu. Í øllum trimum høvuðsvinnunum, tilfeingisvinnuni, vøruframleiðslu og tænastu, var 2010 betri enn 2009. Úrslitið fyri rentur var ein milliard og 407 milliónir krónur í 2010. Tað var 782 milliónir í 2009. Serliga alivinnan hevði góð úrslit í 2010, 480 milliónir, meira enn dupult so nógv sum í 2009. Samanumtikið var úrslitið hjá tilfeingisvinnuni, fiskivinnuni, 705 milliónir í 2010, tað var 253 í 2009. Vøruframleiðsla og bygging endaðu árið 2010 við 314 milliónum fyri rentur, tað vóru 240 milliónir í 2009. Og tænastuvinnan hevði 388 milliónir í yvirskoti í 2010 og 289 milliónir árið fyri. Nógv umrøddu makreluppskotini fáa aðru viðgerð í løgtinginum í dag. Vinnunevndin, sum hevur skrivað álit um uppskotini, mælir til at krevja 25 oyru fyri kilo av makreli upp til 3000 tons, og síðani 75 oyru fyri kilo. Við hesum fær einki skip makrel fyri einki og landskassin fær fimm milliónir meira, enn landsstýrismaðurin ætlaði við sínum avgjaldi, sigur Vinnunevndin. Landsstýrismaðurin ætlaði ikki at krevja nakað frá teimum, sum fiska minni enn 1000 tons. Vinnunevndin er eisini samd um at strika gjaldið fyri at hava fleiri útlendingar enn eitt vist við skipum, sum fiska makrel. Samgongumeirilutin í Vinnunevndini mælir í staðin til, at í minsta lagi tríggir fjórðingar av manningini skulu vera føroyingar, og at manningin skal hava hýru eftir føroyskum sáttmálum. Minnilutin mælir millum annað til at selja 23.000 tons av makreli á uppboðssølu til eigarar av fiskiførum undir føroyskum flaggi. Framsókn hevur lagt sítt egna broytingaruppskot fyri løgtingið, har hann millum annnað mælir til at krevja 10 oyru fyri kilo av makreli upp til 1000 tons. Grundgevingin fyri einum lægri gjaldi fyri fyrstu nøgdina er, at leggjast skal upp fyri útreiðslunum at seta í gongd, sigur Framsókn í broytingaruppskotinum. Tingfundurin byrjar á middegi. Eftir framúr sigurin á Luksemborg fríggjakvøldið, vóru vónirnar at spæla seg víðari í kappingini sera góðar. Hóast greiða tapið fyri sterka liðinum hjá San Marino leygardagin, so var avgjørt ætlanin at vinna á Íslandi í dag og koma víðari í kappingini. Ísland hevði leygardagin tapt 0 3 fyri Luksemborg. Men mongum brestur ætlan Tað má ásannast, eftir at tað gekk av skriðuni móti Íslandi, sum vann ein lættan 3 0 sigur, har snøgt sagt einki riggaði hjá Føroyum. Tað var bert í triðja setti, at Ísland fekk eitt lítið sindur av mótstøðu, men frá 20 19 reyk Ísland frá aftur og vann 25 21. Tey bæði fyrru settini hevði Ísland vunnið 25 19 og 25 14. Endin var, at San Marino fór víðari við fullum stigatali. Luksemburg fekk hitt plássið, hóast tær, líka sum Føroyar og Ísland, bara fingu tvey stig. Luksemburg vann fleiri sett enn Føroyar og Ísland. Alt sá gott út, tá hevarin, Eina Kalsøe, hegnisliga lumpaði allar á San Marino liðnum, við at sláa bólt nummar tvey spakuliga yvir netið og niður í gólvið, og har við trygga Føroyum fyrsta settið, við úrslitinum 25 22. Men so byrjaði nakrir leikarar á San Marino liðnum veruliga at trakka í karakter, og teir vóru ikki til at steðga. Tá føroyska liðið samstundis hevði trpulleikar við móttøkuni og byrjaði at gera fleiri tekniskar feilir, bar ikki til at gera nakað við San Marino. San Marino vann sannførandi trý sett á rað, 20 25, 16 20 og 15 20 og sostatt vunnu tær 3 1 á Føroyum. Landsliðsleikarin, Helen á Lakjuni, ergraði seg eftir dystin um teir mongu feilirnir, føroysku leikararnir gjørdu í dystinum. Men hon viðgekk tó, at Føroyar í kvøld taptu fyri einum betri liði. Men enn ber nógv til. Vinna Føroyar á Íslandi í triðja og síðsta dystinum, so eru tær helst komnar víðari. Nummar eitt og tvey í bólkinum fara víðari til enn eitt EM undanumfarð, har 3 av fýra liðum í hvørjum bólki fara víðari. Avgerandi dysturin móti Íslandi verður í morgin klokkan 14.30, og útvarpið sigur beinleiðis frá dystinum. 21 umsóknir eru komnar til stjórastarvið í Kringvarpi Føroya. Freistin at søkja var í gjár. Tríggjar kvinnur og 18 menn bjóða seg fram at standa á odda fyri Kringvarpinum. 11 av umsøkjarunum hava royndir ella útbúgving innan fjølmiðlar, og níggju hava leiðsluroyndir. Setanarnevndin ætlar at brúka næstu viku til at gera tilmæli til Kringvarpsstýrið. Gongst sum ætlað verður nýggi kringvarpssstjórin settur seinast í juni mánaði. Starvið er áramálsett, fimm ár. Nýggi stjórin avloysir Anniku Mittún Jacobsen, sum fer úr starvinum 1. august . Annika Mittún Jacobsen tók við starvinum sum stjóri í Kringvarpinum 1. apríl 2008, og hevur hon verið stjóri í hálvt fimta ár. Guðrun Mortensen f.1997 úr Susvim og Birita Debes f.1995 úr AElig gir svumu í morgun 50 frí í 1. riðli. Í riðlinum var eisini Tatiana Perstniova f.1996 úr Moldova. Guðrun Mortensen vann riðilin og setti nýtt føroyskt met og juniormet við tíðini 27.23 Shaila millum Garðarnar átti gamla senior metiðá 27.32, sum bleiv sett í DM 2009. Birita átti juniormetið á 27.93 frá HM í 2009. Tíðin hjá Biritu í morgun var 27.94. Á heimasíðuni svimjing.com ber til at síggja video frá svimjingini. Heðin L. Olsen úr AElig gir svam 24.18 í 1. riðli. Ein góð tíð, persónligt met og triðskjótasta tíð svomin av einum føroyingi, men ikki nýtt føroyskt met, skrivar svimjing.com. Føroyskt met og juniormet í 50 frí er 23.90, sum Magnus Jákupsson úr HS setti í EJM 2011. Føroyar vunnu í kvøld 3 0 á Luksemburg, settúrslitini vórðu 28 26, 25 21 og 25 19. Disiplin, fáir feilir og sum heild einki fjas, var lykilin til eitt fram úr avrik frá føroysku leikararunum. Fyrsta settið bleiv sera spennandi. Eftir eina góða føroyska byrjan, har Føroyar vóru á odda 4 0 og 5 1, kom Luksemburg fyri seg og var eitt skiftið á odda miðskeiðis í settinum. Bæði liðini stríddust fyri at vinna og bæði liðini høvdu settbóltar. Føroysku kvinnurnar høvdu meira ís í búkinum og vunnu 28 26. Í øðrum setti sá leingi út til, at Luksemburg fór at koma upp á 1 1 í settum. Tíðliga í settinum riggaði lítið og einki hjá Føroyum, samstundis sum Luksemburg spældi væl. Luksemburg var á odda bæði 5 1 og 16 10. Men so vaknaðu tær føroysku. Servirnar fingu aftur somu dygd, sum í fyrsta settið, og fleiri leikarar tordu at sláa tann triðja bóltin í gólvið. Endin var, at føroysku kvinnurnar trumlaðu Luksemburg niður og komu aftur frá 10 16 til at vinna 25 21. Í steðginum millum annað og triðja sett sóu áskoðararnir í høllini, at føroysku leikararnir smíltust og vildu inn aftur at spæla meira, meðan tær hjá Luksemburg hingu við høvdinum. Hetta bleiv brúkt til føroyskan fyrimun. Føroyar fingu tíðliga leiðsluna í triðja settið, og tær góvu hana ongantíð frá sær. Eitt sannførandi avrik móti einum liði, sum av fleiri varð mett sum tað sterkasta í okkara bólki. Í morgin, leygardagin, spæla Føroyar og San Marino, sum fyrr í dag vann 3 1 á Íslandi. Dysturin byrjar klokkan 17.00, og útvarpið sigur beinleiðis frá dystinum Andstøðan fær ikki undirtøku frá samgonguni fyri uppskotinum um at steðga allari sølu av fiskiloyvum, eitt sonevnt time out , meðan verandi fiskivinnulóggáva verður endurskoðað. Tað er greitt, nú lógaruppskotið frá øllum andstøðuflokkunum er komið aftur úr vinnunevndini. Meirilutin, umboðini hjá samgonguni í vinnunevndini, mælir løgtinginum frá at samtykkja uppskotið. Uppskotið er ikki til gagns fyri okkara fiskivinnu, og uppskotið kann hava við sær, at peningastovnarnir fara at endurskoða síni lán í verandi skipum, umframt at tað fer at skaða møguleikarnar at fáa rakstrar og íløgufígging í framtíðini, siga samgonguumboðini í sínum meirilutaáliti. Samgonguumboðini siga eisini, at vinnan fer at skaða verandi eigarar og framtíðar fiskivinnu í Føroyum. Og harafturat vísa samgonguumboðini á, at landsstýrið arbeiðir við at broyta verandi fiskivinnulóggávu. Realurin fíggjar bara stálið. Hann fíggjar ikki veiðiloyvi ella fiskiloyvi. Tað er ein orsøk til, at tað gongur so væl hjá Realinum at fáa pengarnar aftur, sum hann lænir reiðarum. Men Realurin er eisini varin í sínum útlánspolitikki, sigur Leivur Michelsen, varastjóri. Føroya Realkredittstovnur hevði 38,4 milliónir krónur í vinningi eftir skatt roknskaparárið 2011 2012. Stjórnin í Realinum hevur inntøkuført sjey milliónir, sum annars vóru settar av móti tapi, tí støðan hjá lántakarunum er batnað. Avsetingarnar móti tapi vóru 53,2 milliónir tann 31.mars. Drúgvar royndir gera, at Realurin veit, hvussu stórur partur av einum fiskiskip er stál, og hvussu stórur partur er fiskiloyvi, og tey, sum vilja hava fígging til fiskiloyvi, noyðast at fara aðra staðni enn til Realin at biðja um pengar. Ein onnur orsøk til, at Realurin ikki missir pengar er, at hann fíggjar ikki einsamallur. Og tey, sum læna, vilja fegin gjalda lánini aftur, sigur Leivur Michelsen. Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum. Um tvær vikur kemur málið móti fyrrverandi stjóranum og bókhaldaranum í Injector Trawldoors fyri í rættinum í Horsens. Teir verða ákærdir fyri fíggjarundardrátt og svik. Tilsamans hava teir, sambært ákæruritinum, svikað fyri átta millónir krónur. Ákærin hjá Sydøstjyllands Politi, Anja Hedegaard, sigur við Dag og Viku, at hetta er eitt stórt mál hjá løgregluni í Horsens. Sambært ákæruritinum eru átta milliónir krónur tømdar úr partafelagnum Injector Trawldoors, og tað er stjórin sjálvur, føroyingurin Jan Allan M uuml ller, sum við hjálp frá bókhaldaranum hevur staðið fyri hesum. Felagið fór á húsagang í juni mánaði 2010, og bústjórin, sum gjørdi búgvið upp, meldaði stutt eftir stjóran og bókhaldaran fyri at hava framt fíggjarundardrátt fyri fleiri millónir krónur. Nakrar mánaðir seinni vórðu skuldsetingarnar víðkaðar til eisini at fevna um svik gjøgnum føroyska felagið FO900 Invest Aps. 18 ákærur Tilsamans eru 18 ákærur um svik fyri tilsamans átta milliónir krónur. Tær snúgva seg um fíggjarundandrátt fyri umleið hálva aðru millión krónur, heimildarsvik vanliga nevnt mandatsvik fyri slakar 700.000 krónur, skattasvik fyri slakar 700.000 krónurog skjalafalsan fyri fimm milliónir krónur. Jan Allan M uuml ller er ákærdur í øllum ákærunum, meðan bókhaldarin er ákærdur fyri skjalafalsan. Sjey dagar eru settir av til rættarmálið, sum byrjar 4. juni. Anja Hedegaard sigur, at vitni skulu avhoyrast í fýra dagar, og tey koma úr Týsklandi, Grønlandi, Noregi og Føroyum. Løgreglan hevur kannað kontur, sum teir skuldsettu hava havt. Hóast einki óreglusemi var funnið har, vístu kanningarnar, at peningastreymur var úr Injector Trawldoors A S og FO900 Invest ApS gjøgnum privatar kontur hjá stjóranum. Noktar seg sekan Jan Allan M uuml ller hevur ikki viljað úttalað seg til løgregluna, men hann noktar seg sekan. Hinvegin hevur løgreglan avhoyrt bókhaldaran, sum eisini noktar seg sekan. Akæruvaldið fer at krevja Jan Allan M uuml ller og bókhaldaran fongsulsrevsing og bót. Revsingin fyri slík lógarbrot er upp í átta ára fongsulsrevsing. Hon vil tó einki siga um, hvussu stranga revsing, ákæruvaldið fer at krevja. Síðsti ásetti rættarfundur verður 22. juni, men ákærin væntar tó ikki, at dómur verður feldur sama dag. Makrelspurningurin stóð ovast á breddanum, tá uttanlandsnevndin hjá løgtinginum í dag hevði fund við samráðingarleiðararnar hjá ES í makrelmálinum, Bernhard Friess og Edward John Spencer. Uttanlandsnevndin hevur í vikuni verið á ferð í Skotlandi, Onglandi og Brússel, og ósemjan um býtið av makrelinum hevur verið á skránni á øllum fundum. Nevndin hevur eisini vitjað EFTA skrivstovuna og ES tingið. Á øllum fundum hava limirnir staðið saman og lagt føroysku sjónarmiðini fram. Uttanlandsnevndin hevur eisini sagt sína avgjørdu hugsan um handilstiltøkini, sum ES ætlar at seta í verk ímóti Føroyum í sambandi við makrelmálið. Í Edinburgh og London hitti uttanlandsnevndin skotskar og enskar politikarar, har evnið var tættari samband millum Skotland, Bretland og Føroyar á fleiri økjum. Føroyska liðið hevði sína fyrstu venjing í gjárkvøldið, ikki meira enn eitt korter eftir, at bussurin hevði koyrt tær frá flogvøllinum til d Coque, har allir dystirnir skulu spælast. Føroysku kvinnurnar fara seinnapartin at hava eina taktiska venjing, har seinasta hond verður løgd á fyrireikingarnar undan dystinum í kvøld. Dysturin millum Luksemburg og Føroyar byrjar klokkan 19.30, og útvarpið hevur beinleiðis frásøgn. Tær ið manna føroyska liðið eru Gentofte Karina Poulsdóttir Debes, Gentofte Brøndby Sólva Heidi Dimon, Brøndby SÍ Karin Mikkelsen ÍF Helen á Lakjuni Fleyr Guðrið Syderbø Hjørdis Johannesen Rakul Dalsgaard Jakobsen Mjølnir Eina Stephania Kalsø Jastrið Sivertsen Margit Gaard Joensen Sofia Purkhús Urd Tórmodsdóttir Traðará Byggifyritøkan Búsetur hóttir við at fera í gerðarættin við Tórshavnar Kommunu, tí kommunan noktar at gjalda nakrar rokningar, sum Búsetur hevur sent kommununi fyri arbeiðið við Skúlan við Løgmannabreyt. Og tað eru ikki smávegis rokningar. Útvarpið skilir, at talan er um einar 10 milliónir krónur, sum Búsetur vil hava aftrat frá Tórshavnar Kommunu, men sum kommunan noktar at gjalda. Borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, váttar, at upphæddin liggur um 10 milliónir, men vil annars ikki siga nakað meira um málið í løtuni. Hevur rindað tað mesta Nevndarformaðurin í Búsetri, Niels Winther Poulsen, vil ikki gera viðmerkingar til upphæddina, men sigur, at kommunan hevur rindað tær flestu rokningarnar, sum Búsetur hevur sent viðvíkjandi Skúlanum við Løgmannabreyt. Men har eru nakrar rokningar, sum kommunan ikki vil gjalda, og sum Búsetur metir seg at hava rætt til. Útvarpið skilir, at málið væntandi endar í einum gerðarætti. Niels Winther Poulsen sigur, at tey helst vilja hava málið loyst við samráðingum við kommununa, men eydnast tað ikki, fara tey í gerðarættin við kravinum. Endar vanliga í gerðarætti Ósemjur innan byggivinnuna, sum ikki verða loystar við samráðingum, verða vanliga avgjørdar í einum gerðarætti. Skipanin er tann, at stríðandi partarnir velja ein byggikønan í part at umboða seg, og so er ein løgfrøðiligur dómari, sum vanliga er sorinskrivarin. Tað er trupult at fáa nakað at vita, hvat ósemjan millum Búsetur og Tórshavnar Kommunu snýr seg um. Hvørgin parturin vil siga nágreiniliga, hvør orsøkin er til kravið hjá Búsetri um at fáa 10 milliónir aftrat fyri byggingina. Skúlin við Løgmannabreyt kostaði útvið 170 milliónir krónur at byggja. Birita Debes svam í morgun 50 m. rygg við tíðini 30.60. Gamla føroyska metið, sum hon sjálv átti, var 30.68. Birita var tó væl aftan fyri vinnarin, Aleksandra Urbanczyk, sum kom fyrst á mál við tíðini 28.44. Ungi maðurin, sum er skuldsettur fyri fýra neyðtøkuroyndir, fer nú undir sín fimta mánað í varðhaldinum í Mjørkadali. Varðhaldsfongslingin varð aftur í dag longd fýra vikur, til 22.juni, dagin fyri, skuldsetti maðurin fyllir 20 ár. Bíðað verður framvegis eftir mentalkanningini, men fútin hevur fingið at vita, at kanningin verður liðug hálvan juni. Politiið er at kalla liðugt við sínar kanningar. Tá mentalkanningin kemur, skal støða takast til, um hon skal leggjast fyri Rættarlæknaráðið. Skal hon ikki tað, kann ákæruritið skrivast stutt eftir, at fútin fær mentalkanningina. Hvørki verjin ella skuldsetti maðurin høvdu nakra stórvegis viðmerking um kravið hjá ákæruvaldinum um at leingja varðhaldsfongslingina enn einaferð. Maðurin segði, at hann vil bara hava málið avgreitt sum skjótast. Nú makrelfiskiskapurin byrjar hevur tað týdning, at hann fer at skapa arbeiði bæði á sjógvi og landi, sigur Samtak. Arbeiðsloysið er stórt, og hóast glottar eru at hóma, er tað týdningarmikið, at vinnupolitikkurin skapar arbeiði, serstakliga í tilfeingisvinnuni. Fleiri virkir kunnu taka ímóti makrelinum, og tí skuldi verið lag á manni at fingið so nógv virkað í Føroyum sum gjørligt, siga feløgini í Samtaki. Eisini er tað týdningarmikið, at sáttmálarnir hjá manningarfeløgunum verða hildnir, og at tað ikki verða sjófólk aðrastaðni, sum arbeiða fyri undirløn, ið manna størvini sjónum. Hetta elvir til ójavna kapping, sosiala dumping, og føroyski sjómaðurin missir arbeiðið. Samtak sigur, at hetta eigur at verða steðgað alt fyri eitt um neyðugt við fakligum tiltøkum móti reiðaríum, sum ikki halda sáttmálan. Feløgini í Samtaki eru Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Fiskimannafelagið, ið umboða umleið 8.000 limir. Vinnunevndin fer seinnapartin at leggja fram álit til lógaruppskotini, sum skulu skipa makrelfiskiskapin í summar. Realurin hevði 38,4 milliónir krónur í vinningi eftir skatt roknskaparárið 2011 2012. Tað eru slakar fýra milliónir meira enn árið fyri, og 6,5 milliónir betri enn rakstrarætlanin segði. Stjórnin í Realinum hevur inntøkuført sjey milliónir, sum annars vórðu settar av móti tapi, tí støðan hjá lántakarunum er batnað. Avsetingarnar móti tapi vóru 53,2 milliónir tann 31.mars. Tann 31.mars í ár vóru útlánini hjá Føroya Realkredittstovni 800 milliónir krónur Í seinasta roknskaparári veitti Realurin 31 lán, 30 nýggj og eitt varð umfíggjað. 65 lán vórðu goldin, áðrenn lánitíðin var farin. Eginpeningurin er slakar 760 milliónir krónur Realurin roynir at minka váðan við at býta lánini millum skipabólkarnar. Síðani í fjør sleppur Realurin eisini at lána til farmaskip. Stór broyting er í bólkinum frálandaskip, har eru lánini farin úr sløkum sjey prosentum upp í 20 prosent av øllum útlánunum. Løgtingsfundur verður í dag klokkan trý, har Vinnunevndin fer at leggja fram álit um lóggávuna, sum skal galda fyri makrelfiskiskapin í ár. Vinnunevndin hevur fund klokkan tíggju fyrrapartin. Nevndin er ikki samd um, hvussu makrelfiskiskapurin skal skipast, sigur formaðurin í nevndini. Men ásetingarnar hjá Fiskimálaráðnum um útlendska manning verða broyttar. Og harafturat verður miðað eftir at fáa sum mest í land í Føroyum, heldur enn at móttøkuskip fáa makrelin. Tá lóggávan um makrelin er samtykt, lýst og komin í gildi, fer landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum at lýsa kunngerðina, sum sigur, hvør sleppur at fiska makrel i summar. Heðin L. Olsen úr AElig gir setti í áðni nýtt føroyskt met og juniormet í 100 frí á langbana við tíðini 53.37. Pál Joensen átti gamla føroyska metið frá 2009, ið var 53.55. Heðin átti sjálvur juniormetið frá EJM í fjør, har hann svam 53. 98. Heðin hevur sostatt betrað metið hjá Páli við 18 100 sek og 61 100 sek av juniormetinum meira enn eitt hálvt sekund. Á heimasíðuni ber til at lesa meira um EM kappingina í Debrecen Lógin um vinnuligan fiskiskap skal endurskoðast, øll sum hon er. Fiskimálaráðið hevur nú orðað ein arbeiðssetning fyri, hvussu lógin skal endurskoðast, og harafturat er ein arbeiðsbólkur settur við embætisfólki úr Fiskimálaráðnum. Arbeiðsbólkurin skal millum annað gera uppskot um, hvussu gjøld kunnu skipast í lóggávuni, hvussu brúksskylda skal fylgja við fiskirættindum, umframt meta um verandi bólking av fiskiflotanum er hóskandi. Harafturat skal arbeiðsbólkurin lýsa og endurskoða ásetingarnar í samband við útlendskan eigarapart í føroyskum fiskiførum. Hetta fyri at tryggja fult gjøgnumskygni í eigaraviðurskiftunum, sigur Fiskimálaráðið. Umframt at gera uppskot til, hvussu lógin um vinnuligan fiskiskap kann endurskoðast, skal arbeiðsbólkurin gera eina frágreiðing um málið, sum skal vera grundarlagið undir einum aðalorðaskifti um málið. Sonevnda Teistanevndin hevur havt fund á Keldu í Skálavík, har eisini landsstýrismaðurin í samferðslumálum Johan Dahl luttók. Á fundinum í gjár fekk Johan Dahl handað mótmælisskrivið við 1057 undirskriftum, skrivar Sandoyarportalurin. Umframt at mótmæla, at kvøldtúrurin hjá Teistanum klokkan níggju verður strikaður, vórðu eisini onnur mál umrødd. Eitt nú at fólk ynskja møguleikan at gjalda við korti á bildekkinum og at kunna bíleggja pláss á internetinum. Á fundinum upplýsti Johan Dahl, landsstýrismaður, at tað kostaði 15 milliónir krónur at reka Teistan í fjør, og ein orsøk til dýra raksturin, er høgi oljuprísurin. Johan Dahl kunnaði eisini fundarfólkið, at ætlaða arbeiðið at umvæla Teistan byrjar í august, og tað verður liðugt seinast í september. Tað gjørdist í báðum hálvfinalunum munandi meira spennandi enn tey flestu høvdu væntað. Í Vági skuldi FC Suðuroy, við nýggjum venjaratoymi, royna at venda 0 1 tapið frá fyrru hálvfinaluni. FC Suðuroyliðið sum tapti 0 6 fyri ÍF var ikki til at kenna aftur. Teir stríddust væl og álopsspælið var av tí besta, sum liðið hevur víst í ár. Og tá tveir minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki gav tað úrslit. Palli Augustinussen spældi Jón Krosslá Poulsen frían, og hann var skoraði trygt. Og so var púra javnt. Víkingur svaraði aftur tá hálvur tími var eftir av dystinum. Útjavnandi málið skeyt Lasse Qvist. Tað bleiv tó FC Suðuroy sum vann hesa seinnu hálvfinaluna. Tá tríggir minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini skoraði Palli Augustinussen, og so var mguleikin har. FC Suðuroy sendi nógv fólk fram fyri at fáa avgerandi málið, men hóast teir vóru tætt við, so eydnaðist tað ikki. Samlaða úrslitið gjørdist 2 2, men tað er Víkingur sum er í finaluni, tí teir hava skotið eitt mál á útivølli. Í Havn skuldi HB royna at gera tað ómøguliga, og tað var líka við, at tað eydnaðist. HB skuldi í Gundadali venda einum 1 4 tapið frá fyrru hálvfinaluni. HB fekk eina flúgvandi byrjan og tá bríkslað var til hálvleik vóru teir á odda 2 0. Fyrra málið var sjálvmál, meðan Símun Samuelsen skeyt tað seinna. Tá eitt korter var farið av seinna hálvleiki skoraði Rógvi Holm til 3 0 fyri HB, og so var tað brádliga HB sum var í finaluni. Men so vísti EB Streymur klassa, og at tað ikki er av tilvild, at teir í so mong ár eru komnir í finaluna um Løgmanssteypið. Næstu seks minuttirnar skutu teir tvey mál. Fyrst skoraði Soren Anghel og løtu seinni minkaði Levi Hansen til 3 2. Nú var støðan samanlagt 6 4 til EB Streym, og tí tóktist alt avgjørt. HB verjan var enn einaferð ivasom í sínum avriki í samband við bæði málini. Seinastu tíggju minuttirnar skoraði HB tvær ferðir. Fyrst Hallur Hansson og so Fróði Benjaminsen. Nú var støðan samanlagt 6 6 og tveir minuttir eftir. HB kom til ein vandamiklan deyðbólt beint áðrenn dómarin floytaði av, uttan at nakað spurdist burturúr. Dysturin endaði 5 2 til HB. Samanlagt 6 6 og tí er EB Streymur í finaluni við flest málum skotnum á útivølli. Hetta er sjeynda árið á rað, at EB Streymur er í finaluni um Løgmanssteypið. Seinast Víkingur og EB Streymur møttust í finaluni var í 2009, tá vann Víkingur 3 2. Finalan um Løgmanssteypið 2012 verður spæld á Tórsvølli 25.august Tað blivu ikki nakrar vikur, men tríggir mánaðir, nú lisitasjónin í sambandi við skúladepilin í Marknagili er útsett. Hon verður ikki fyrr enn 21.august. Fyrst skuldu tilboðini latast upp 21.mai, so 30.mai, men seinnapartin boðaði Landsverk frá, at hon verður 21.august. Orsøkin er, sigur Landsverk, at føroyska byggivinnan ikki kennir seg á nóg tryggari grund í sambandi við útbjóðingartilfarið.Landsverk sigur, at hóast útbjóðingartilfarið er evnað til eftir teimum forskriftum, sum verða nýttar í flestu grannalondunum í sambandi við stórar byggiverkætlanir, hevur føroyska byggivinnan eftir útbjóðingina víst á, at hon heldur tilfarið vera heldur torgreitt og óneyvt. Landsverk, sum er byggiharri, hevur tí gjørt av at útgreina og tillaga partar av tilfarinum. Tá tað er liðugt, verður útbjóðingartilfarið sent út av nýggjum. Byggivinnan ivast millum annað í fasadum og stálkonstruksjónum. Nú skulu øll fiskifør boða Fiskiveiðueftirlitinum frá, tá tey fara inn at avreiða. Hetta kravið hevur verið galdandi fyri nakrar bólkar, men verður nú galdandi fyri øll uttan teir smáu húkabátarnar. Kunngerðin um landingar og avreiðingar er dagførd. Ein broyting er, at nú skal Fiskiveiðueftirlitið hava at vita frá øllum fiskiførum, nær og hvar tey avreiða ella landa. Tá verður lættari hjá Fiskiveiðueftirlitinum at fáa til vega hagtøl og at hava eftirlit við veiðuni. Fiskiveiðueftirlitið skal hava boðini í seinasta lagi seks tímar, áðrenn fiskurin verður landaður. Tá fiskifarið er úti í minni enn eitt samdøgur, er freistin tríggir tímar. Útróðrarbátar í bólki 5, er bátar minni enn 15 tons, eru tó undantiknir fráboðanarskylduni. Verður landað uttanlands, skal skiparin senda Fiskiveiðueftirlitinum tølini. Helst verður neyðugt at útseta dagin fyri, nær tilboðini upp á Marknagilsdepilin verða latin upp, enn einaferð. Tað skuldi vera 21.mai, men varð útsett til 30.mai í fyrsta umfari. Men helst koma nakrar vikur afturat. Handverksmeistarafelagið sum umboðar 15 av teimum 21 fyritøkunum, sum eru undangóðkendar at bjóða uppá arbeiðið hevur gjørt greitt í brævi til Landsverk, at breið semja er í vinnuni um, at útbjóðingartilfarið í sambandi við Marknagilsdepilin má rættast, tí tað er ov torskilt. Hetta verður nú gjørt, serliga er talan um fasadurnar og stálkonstruksjónirnar, sigur Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki. Arbeiðið er ikki liðugt enn, men ein kunning kemur seinni í dag, sigur hann. Tað er ikki bara ein avgreiðsluspurningur at taka 28 milliónir krónur afturat úr Íleggingargrunninum til flogvøllin í Vágum. Málið krevur at verða gjølla lýst, sigur Jesper Damm Olsen, tíðindaovasti í danska flutningsmálaráðnum. Hvussu langa tíð, hetta fer at taka, dugir hann ikki at siga, men málið verður nú kannað, sigur Jesper Damm Olsen. Annars hevur flutningsmálaráðið ongar viðmerkingar um málið í løtuni. Fyri tveimum vikum síðani hitti Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, Henrik Dam Christensen, flutningsmálaráðharra. Johan Dahl bað um pengar til at beina burtur gamla spreingievnið við flogvøllin. Uppskotið var at taka pengarnar, 28 milliónir, úr Íleggingargrunninum. 365 milliónir eru longu tiknar úr grunninum til at útbyggja flogvøllin. Johan Dahl boðaði dønum frá, at málið hevur skund. Skulu fleiri pengar takast úr Íleggingargrunninum til flogvøllin í Vágum, skal danska stjórnin leggja eina lógarbroyting fyri fólkatingið fyrst. Suðuroyar Sparikassi er millum peningastovnarnar í danska ríkinum, sum hevur størsta útlánið sammett við eginognina Og tað er ein váði, sigur Nicholas Rohde, sum rekur greiningarfyritøkuna Niro Invest. Hon hevur greinað og mett um váðan í 2011 hjá 91 peningastovnum í danska ríkinum. Suðuroyar Sparikassi er nummar 71 á listanum. Hann var nummar 61 í 2010. Peningastovnurin er kortini ikki so langt niðri, at hann er í vanda, sigur greiningarfyritøkan. Stjórin í Suðuroyar Sparikassa, Søren Bruun, vísir á, at orsøkin til lutfalsliga høga útlánið er, at føroysku peningastovnarnir veita so nógv húsalán samanborið við Danmark, har realkredittstovnarnir taka sær av hesum. Stjórin í Suðuroyar Sparikassa sigur, at eingin vandi er á ferð. Tey hava tamarhald á støðuni, sigur Søren Bruun. Greiningin vísir eisini, at Norðoya Sparikassi hevur fótað sær. Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum og í Degi og Viku í kvøld. Hvørki á Tvøroyri ella í Fámjin hava tey viðgjørt fólkaatkvøðuna um kommunusamanlegging. Men tað verður fyrsta dagin. Bygdarráðið í Fámjin hevur fund í næstu viku, og á Tvøroyri verður býráðsfundur fyrst í juni. Borgarstjórin á Tvøroyri, Kristin Michelsen, útilokar ikki samanlegging millum Tvøroyri og Fámjin. Eyðdis Ellendersen, borgarstjóri í Fámjin, sigur, at tey fara at viðgera brævið frá Kára P. Højgaard á bygdarráðsfundi í næstu viku. Í Fámjin vóru bara tvær atkvøður á muni millum ja og nei atkvøðurnar, tá spurt varð, um øll Suðuroyggin skal verða ein kommuna. Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum. Nýggja læknamiðstøðin í Havn, sum Tórshavnar kommuna skipar í bygninginum hjá Miðlon við Hoyviksvegin, er nú mannað. Karsten Hansen, landsstyrismaður, hevur sett fýra kommunulæknar, ið allir eru serlæknar í almennum medisini. Teir eru Dánjal Petur Højgaard, Guðrun Zachariasen, Kári Jacobsen og Katrin Danielsen. Hølini í Miðlon verða umbygd í løtuni, og tey verða liðug beint eftir summarfrtíðina. Felags viðtala Nýggja læknamiðstøðin í Miðlon verður eitt nýbrot á kommunulæknaøkinum, har kommunulæknarnir hava felags viðtalu. Fyrsta royndin at skipa felags viðtalu varð sett í verk í Klaksvík í fjør, og hon vísir seg at rigga væl, sigur heilusmálaráðið. Hølini í Miðlon eru innrættað frá grundini til felags viðtalu, og hetta kann verða leisturin fyri, hvussu farast skal fram aðra staðni, sigur heilsumálaráðið. Nýggj kommunulæknastørv Nógvir borgarar í Havn hevur ikki havt fastan kommunulækna, tí kommunulæknaviðtalurnar hava verið fullteknaðar. Ti eru tvey nýggj kommunulæknastørv skipað í høvuðsstaðnum. Av tí at Katrin Danielsen flytir í Miðlon varð starvið í viðtaluni í Berjabrekku tøkt, og Freddie Poulsen er settur í hetta starvið. Dánjal Petur Højgaard hevur verið kommunulækni í Sandoynni seinastu árini. Starvið verður nú lýst leyst. Heilsumálaráðið sigur, at arbeitt verður við eini loysn, soleiðis at borgarar í Sandoyar læknadømi eisini í framtíðini fara at hava fasta kommunulæknatænastu. Tíðindasendingin í sjónvarpinum, Dagur og Vika, fer í summarfrí frá 25. juni til 13. august, og hesar sjey vikurnar kemur ein summarsending á skránna eina ferð um vikuna í staðin hvørt fríggjakvøld. Liljan Weihe, tíðindaleiðari í Kringvarpinum, sigur, at hetta stigið er tikið, tí fíggjarliga orkan á tíðindadeildini ikki gevur rúm fyri regluligum tíðindasendingum í sjónvarpinum í summar, uttan at tað fer at raka tíðindaflutningin seinni í ár. Í summarsendingini, sum ikki hevur fingið nakað heiti enn, verða Finnur Koba og Eydna Skaale vertir. Sigrún Halldórsdóttir Brend verður redaktørur. Liljan Weihe sigur, at í summarsteðginum verður leisturin í Degi og Viku endurskoðaður. Dagur og Vika verður aftur á skíggjanum 13. august, og tá verður sendingin eftir ætlan dagførd, sigur tíðindaleiðarin í Kringvarpinum. Vit vilja hervið søkja um loyvi til m s Varðborg at fiska makrel í føroyskum sjógvi í 2012. Umsóknin frá partafelagnum Thor í Hósvík, dagfest 30. apríl 2012, kann gerast gull verd fyri reiðaríið. Tí soleiðis, sum Fiskimálaráðið ætlar at býta makrelin millum skipabólkarnar, er einki til hindurs fyri, at skip fáa makrel afturfyri fisk, tey ongantíð hava fiskað. Einasta, skrivliga tilfar, ið liggur til grund fyri býtið av makrelinum millum ymsu skipabólkarnar, er sonevnda makrelkunngerðin, sum er send til hoyringar og væntandi verður lýst fyrsta dagin, umframt eitt upprit um somu kunngerð. Yvirskipað býtir kunngerðin føroysku eginkvotuna í átta bólkar nótaskip, ídnaðarskip, flakatrolarar, verksmiðjuskip, rækjuskip, ísfiskatrolarar, línuskip og trolbátar. Burtursæð frá nótaskipunum fáa allir aðrir bólkar tillutaða eina sonevnda felagskvotu við hámarki , tað er, at allir bátar í bólkinum í prinsippinum fáa líka nógv í sín part. Rækjuloyvi í NAFO økinum Men latum okkum venda aftur til makrelumsóknina frá Varðborg, dagfest 30. apríl. 11. mai í ár fekk Varðborg útskrivað fiskiloyvi til rækjuveiðu í NAFO øki 3L. Sambært makrelkunngerðini skulu 8.000 tons av makreli latast fiskiførum, sum í 2012 hava rætt til fiskiloyvi til rækjur við Svalbard og í NAFO økinum. Fiskivinnustovan undir Fiskimálaráðnum váttar fyri útvarpinum, at henda áseting í kunngerðini merkir, at eitt fiskiloyvi til rækjuveiðu í NAFO øki 3L lýkur treytirnar í makrelkunngerðini. Sostatt er Varðborg eitt rækjuskip við rætti til makrel. 12. mai í ár fekk Varðborg útskrivað eitt sonevnt royndarloyvi eftir gággu á Føroya Banka. Sambært makrelkunngerðini skulu 8000 tons av makreli latast línuskipum. Men í hesum bólki eru eisini útróðrarbátar, garnaskip og fiskifør, sum hava fiskiloyvi til skeljadjór í føroyskum sjógvi . Harumframt hevur Varðborg loyvi til fiskiskap eftir krabba í føroyskum sjógvi. Sostatt er Varðborg ein skeljabátur við rætti til makrel. Varðborg er bara eitt dømi úr rúgvuni. Allir skipabólkar við Sambært uppritinum, sum liggur til grund fyri makrelkunngerðina, er politisk semja um, at allir skipabólkar og øll fiskifør undir føroyskum flaggi, skulu hava møguleika at fiska makrel í 2012. Fiskimálaráðið nevnir tó einki um, á hvørjum grundarlag býtt verður. Tí hevur eitt rækjuskip, sum ongantíð hevur fiskað rækjur, líka góðan rætt til makrel sum eitt rækjuskip, sum fiskar rækjur. Afturvendandi argumentatiónin um, at makrelur verður latin aftur fyri mista veiðu av øðrum fiskasløgum, kann ikki brúkast. Tí í makrelkunngerðini og uppritinum til somu kunngerð er eingin áseting um, at skip skulu kunna vísa á, hvat tey í verleikanum hava mist, tá tey biðja um makrel. Fiskimálaráðið hyggur ikki at veiðutølum. Tá makrelloyvið er útskrivað, eru allir bátar eins, og allir fáa líka nógv sama hvat teir annars hava fiskað, ella um teir yvirhøvur hava fiskað. Í sama uppriti til makrelkunngerðina skrivar Fiskimálaráðið einans, at inntøkugrundarlagið hjá nógvum skipabólkum verður betri við tað, at flestu fiskifør í føroyska flotanum fáa møguleika at fiska makrel. Tað hevur ikki gingið væl hjá FC Suðuroy í hesum kappingarárinum og nú fær tað avleiðingar. Felagið hevur gjørt av, at ein nýggjur maður skal standa á odda fyri Effo liðnum. Pól F. Joensen bleiv settur í venjarastarvið í fjør, og tað gekk bara væl. Liðið flutti upp í bestu deildina við heili 70 stigum. Men í ár hevur ikki gingið væl. FC Suðuroy hevur bara skotið eitt mál í níggju dystum og hevur bara fingið 2 av 29 møguligum stigum. Tó hevur FC Suðuroy framvegis møguleika at spæla seg í finaluna um Løgmanssteypið. FC Suðuroy tapti fyrru hálvfinaluna 0 1 á útivølli fyri Víkingi. Seinna hálvfinalan verður í morgin. Alt ov nógvur svartkalvi verður fiskaður. Men londini kunnu ikki semjast um at fiska minni. Eingin niðurstøða varð gjørd á fundinum í Nuuk í síðstu viku um svartkalva. Roynt verður aftur í Keypmannahavn hálvan juni. Føroyar, Ísland og Grønland hava tikið samráðingarnar um fiskiskapin eftir svartkalva uppaftur. Svartkalvi við Føroyar, Ísland og við Eysturgrønland er felags stovnur. Hóast ICES seinastu árini hevur mælt til, at fiskiskapurin ikki fer upp um 5.000 tons, hevur heildarveiðan ligið millum 20.000 og 30.000 tons. Nú royna londini so at semjast um, hvussu fiskiskapurin skal skipast sambært stovnsmetingunum, og heildarkvotan býtast millum londini. Guðrun svam teinin upp á 1.01.62. Gamla metið á 1.01.74 átti Cecilia Eysturdal. Birita Debes og Cecilia Eysturdal luttóku í somu kapping í morgun. Birita skavaði nakað av sínum persónliga metið. Hon svam teinin upp á 1.01.04. Hennara gamla met var 1.01.76. Cecilia Eysturdal kom á mál við tíðini 1.03.69. Á heimasíðuni ber til at lesa og síggja meira frá kappingini Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í kommunumálum, hevur nú skrivað til tær fýra kommunurnar, har sum meiriluti var fyri kommunusamanlegging á fólkaatkvøðuni 3.mai. Landsstýrismaðurin vil fegin tosa við tey fýra kommunustýrini um úrslitið á fólkaatkvøðuni. Í brævinum biður hann kommunustýrini viðgera úrslitið, áðrenn fundurin verður við landsstýrismannin. Kári P. Højgaard vónar, at hann kann hitta tey fýra kommunustýrini í næsta mánaði. Talan er um Tvøroyrar kommunu og Fámjins kommunu og Runavíkar kommunu og Sjóvar kommunu. Meiriluti var í fleiri kommunum fyri samanlegging, men eingin onnur kommuna í teirra øki tók undir við samanlegging, og tí er samanlegging ikki á skránni har júst nú. Men Tvøroyri og Fámjin eru í sama øki og tað eru Runavík og grannakommunan við Skálafjørðin eisini. Tí ber til at leggja saman eftir lógini um sjálvbodna kommunusamanlegging, har sum landið er nýtt í sjey øki. Fólkaatkvøðan var bara vegleiðandi. Lógin frá 2009 um sjálvbodna kommunusamanlegging er framvegis galdandi. Tað stendur tí øllum kommunum í hvørjum øki sær frítt at leggja saman. Kári P. Højgaard sigur, at tað kemur ikki upp á tal at leggja kommunur saman við lóg. Í fjør vórðu goldnar 418 milliónir krónur í hýrum til føroysk og útlendsk sjófólk við skipum, sum eru skrásett í Føroysku Altjóða Skrásetingini, FAS. Tað upplýsir Sjóvinnustýrið í ársfrágreiðing síni fyri 2011. Goldnar vórðu 245,5 milliónir krónur í lønum til føroysk sjófólk við FAS skipum og til FAS avleitt virksemi á landi. 35 prosent í skatti Øll sjófólk við FAS skipum rinda 35 prosent í inntøkuskatti. Harafturat skulu sjófólk, búsitandi í Føroyum, gjalda fult arbeiðsmarknaðargjald, 3,4 prosent, til ALS, Barsilsskipanina og Samhaldsfasta. Arbeiðsgevararnir rinda eisini 3,4 prosent. Hinvegin rinda útlendingar við FAS skipum ikki arbeiðsmarknaðargjald í Føroyum. Skatturin, sum sjófólkini gjalda, verður rindaður aftur til reiðaran. Tí liggur eingin beinleiðis skattur eftir í landskassanum, men arbeiðsmarknaðargjøldini verða ikki endurrindað. Í fjør fekk Taks góðar 29 milliónir krónur í skatti frá avleiddum virksemi frá FAS á landi, meðan ALS, Barsilsskipanin og Samhaldfasti fingu tilsamans slakar 17 milliónir krónur frá avleiddum virksemi á landi og føroyskum sjófólki í FAS. Harafturat fekk Sjóvinnustýrið góðar tríggjar milliónir krónur í inntøku frá FAS, tí skipini skulu gjalda eitt ávíst ársgjald, sum verður ásett eftir stødd og aldri á skipinum. 28 mill. krónur í ferðaseðlum Atlantsflog hevur hvønn mánað 3 4 leigutúrar, tá FAS skipini skifta manning. Afturat hesum eru eini 500 sjófólk, sum sigla við øðrum FAS skipum, og sum skulu flytast til og úr Føroyum fjórðu ella sættu hvørja viku. Harumframt fær Atlantsflog inntøkur frá nógvari ferðing hjá reiðaríunum. Sjóvinnustýrið metir, at inntøkan frá flogferðaseðlum, sum hava samband við FAS, er 28 milliónir krónur Bæði stór og smá feløg skulu hava javnbjóðis rætt í Havbúnaðarfelagnum. Tað er ið hvussu er endamálið við lógarbroytingini, sum varð gjørd á eykaaðalfundinum í Havbúnaðarfelagnum fríggjadagin. Broytingin skal forða fyri, at eitt stórt felag ikki hevur allan avgerðarrættin, men at smá feløg hava eins stóra ávirkan og stór feløg í nevndararbeiðnum. Í framtíðini verða limirnir kortini flokkaðir í tvey. A limir eru teir, ið ala fisk til matna, meðan feløg, ið hava eitt ávíst tilknýti til alivinnuna, eru B limir. Nevndarval Á eykaaðalfundinum var eisini nevndarval. Hans Jákup Mikkelsen, ið er nýggjur stjóri í Marine Harvest í Føroyum, hevur fingið fast sæti í nevndini fyri Ragnar Joensen. Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti, stóð fyri vali, og hann varð afturvaldur. Nevndin hevur skipað seg við trimum nevndarlimum, men ongum formanni. Teir eru Regin Jacobsen, Atli Gregersen og Hans Jákup Mikkelsen. Varalimur er Odd Eliasen. Um ein góðan mánað fara strandalondini aftur at royna at finna semju um makrelin. Men hesa ferð verða samráðingarnar millum Føroyar, Ísland, Noreg og ES lyftar upp á ráðharrastig. Á vitjan sínari í Føroyum í síðstu viku samdust Jens Stoltenberg, norskur forsætisráðharri, og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, um at lata norska fiskimálaráðharran og landsstýrismannin í fiskivinnumálum taka næsta samráðingarumfarið um makrelin. Og nú er ætlanin, at øll londini, sum klandrast um makrelin, skulu hittast síðst í juni. Higartil hava samráðingarnar verið á embætismannastigi, men nú fara tær upp á ráðharrastig. Eftir hvøssu atfinningarnar frá føroysku byggivinnuni móti útbjóðingartilfarinum í sambandi við Marknagilsdepilin avgjørdi byggiharrin, Landsverk, at leingja freistina at bjóða upp á tær átta stórarbeiðstøkurnar til 21. mai klokkan 14 tað er seinnapartin. Men hendan freistin er nú aftur longd. Síðst í mars mánaði endaði málið um útbjóðingartilfarið, sum føroyska handverksvinnan skírir at vera ógreitt og torskilt, á borðinum hjá landsstýrismanninum í mentamálum. 20.apríl var støðan framvegis so mikið fastløst, at Føroya Handverksmeistarafelag mælti sínum limum frá at bjóða upp á arbeiðini. Má rættast Handverksmeistarafelagið sum umboðar 15 av teimum 21 fyritøkunum, ið eru undangóðkendar at bjóða uppá arbeiðið gjørdi greitt í brævi til Landsverk, at breið semja er í vinnuni um, at útbjóðingartilfarið í sambandi við Marknagilsdepilin má rættast. Endin var, at longda freistin at bjóða upp á stórarbeiðstøkurnar varð longd einaferð afturat hesa ferð til 21. mai klokkan 14. Heini Trond Hansen, verkætlanarleiðari hjá Landsverki fyri stóru byggiætlanina í Marknagili, váttar fyri útvarpinum, at freistin at lata tilboðini inn er longd fyribils til 30. mai. Hann vil í løtuni ikki at útgreina, hví freistin at bjóða aftur er longd annað enn at vinnan hevur biðið um meira tíð at rokna upp á tilboðini, og tað hevur Landsverk játtað. Hann kann í løtuni heldur ikki útgreina, hvussu tað skal skiljast, at freistin at bjóða nú er útsett fyribils til 30.mai . Einki boð komið Tilsamans 21 fyritøkur eru undangóðkendar at bjóða upp á tær átta stórarbeiðstøkurnar í samband við Marknagilsdepilin. Enn hevur eingin latið inn tilboð. Verklagslógin fyri Marknagil, sum er frá 2008, ásetir, at skúladepilin kann kosta í mesta lagi 391 milliónir krónur. Harafturat skulu brúkast 60 milliónir til innbúgv og aðra útgerð. Samanumtikið ein íløga fyri tilsamans 451 milliónir krónur. Fiskimannafelagið er nú limur í Fasta Gerðarættinum. Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, sigur, at tá Fasti Gerðarætturin varð skipaður í síni tíð, vóru arbeiðsmarknaðarligu viðurskiftini øðrvísi, og tí gjørdist Fiskimannafelagið ikki limur. Men hesi málini eru farin afturum, sigur Jan Højgaard. Hann sigur, at tíðin er búgvin, at Fiskimannafelagið eisini verður limur í Fasta Gerðarættinum. Hann væntar, at mál verða viðgjørd skjótari har enn í vanligu rættarskipanini. Vit skulu eisini minnast til, at í gerðarættinum eru fólk við drúgvum arbeiðsmarknaðarligum royndum, sigur Jan Højgaard. Hann heldur tað vera stóran fyrimun, at arbeiðsmarknaðurin ikki einans hevur vanligu rættarskipanina at dúva uppá. Tað undrar SEV, at Vinnumálaráðið skundar sær so nógv at broyta elveitingarlógina, so treytin um, at vindorkan skal bjóðast út hvørja ferð, verður strikað. Ikki minst, tá eingin ítøkilig orsøk sigst vera fyri hesum bráðskundi. Og nú Vinnumálaráðið, kommunurnar og SEV annars í felag eru í ferð við at leggja til rættis ein leist fyri einari heildarætlan fyri elorkuøkið í Føroyum. Tað er lítið álitisvekjandi fyri felags arbeiðið, um Vinnumálaráðið ikki hevur tíð at bíða eftir, hvørjar niðurstøðurnar av hesum felags arbeiðinum verða, sigur SEV. Tað er stórt spell, um hesin framferðarháttur er við til máa støðið undan arbeiðinum, longu áðrenn sjøtul rættiliga er settur á, sigur SEV. SEV roynir kortini at tryggja sær ávirkan í ætlaðu lógarbroytingini um vindorkuna. Ráðføra seg hjá SEV SEV vil hava við í lógina, at landsstýrismaðurin skal ráðføra seg við SEV, áðrenn lýst verður eftir umsóknum um loyvi at seta upp vindmyllur. SEV vil eisini sleppa uppí, tá Vinnumálaráðið viðger umsóknir, sum eru komnar, uttan at lýst er eftir umsóknum. SEV sigur, at hetta er fyri at tryggja, at útbjóðingar og umsóknir eru í samsvari við tørvin á elmarknaðinum og við fyriliti fyri tøkniligum avmarkingum og veitingartrygdini. Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, sigur, at nú hevur tað skund at fáa meiri vindorku í Føroyum. Tí vil hann sleppa undan at noyðast at bjóða vindorkuna út hvørja ferð. Hann sigur, at treytin um útboð kann seinka skilagóðum loysnum. Lógarbroytingin er til viðgerðar í Vinnunevndini hjá Løgtinginum. Tað ber væl til at búgva í Føroyum og arbeiða í øðrum londum. Men tað krevur, at bæði loftvegis og sjóvegis ferðasambandið er gott. Tað segði Hjalmar Petersen, stjóri á trolvirkinum Vónini, tá hann á landsfundinum hjá Framsókn leygardagin skuldi geva sítt boð uppá, hvussu tað er hjá einum føroyskum vikri at virka uttanlands. Vónin hevur virksemi í fimm londum umframt í Føroyum, eisini í kanada, Grønlandi, Danmark og í Noreg. Fyritøkan selur fyri 340 milliónir krónur um árið, av teimum eru millum 80 og 90 milliónir krónur í Føroyum. 200 fólk starvast hjá Vónini, av teimum eru 70 í Føroyum. Felagið rindar 67 milliónir krónur í lønum um árið, og 25 av teimum fara til føroysku arbeiðsfólkini. Hjalmar Petersen vísti á, at skulu fólk koma heimaftur, so er neyðugt, at tey hava okkurt at koma til. M.a. helt hann ikki, at nóg mikið av avbjóðingum eru til tey ungu. Tí er neyðugt at politikararnir seta sær mál, sum røkka nógv longri enn eitt valskeið, segði Hjalmar Petersen. Nú eru fýra rækjuskip í føroyska flotanum. Einaferð vóru tey 12, men seinastu nógvu árini hava tey bert verið tvey, Havborg og Arctic Viking. Men nú makrelurin skal býtast, sæst í einum skrivi frá Felagnum Rækjuskip til Fiskimálaráðið, at rækjuskipini eru fýra í tali. Umframt Havborg og Arctic Viking, er talan um Fríðborg og Sermilik 2. Í skrivinum til Fiskimálaráðið vísir Felagið Rækjuskip á, at nógvir pengar eru nýttir til at tryggja rækjuskipunum kvotu í Eysturgrønlandi. Men av ósemjuni um makrelin hava rækjuskipini heldur ikki kvotu í Eysturgrønlandi í ár. Kvotan í Eysturgrønlandi hevur seinastu árini verið 1.335 tons, og við rækjuprísinum sum er nú, hevur tann kvotan eitt virði sum er 85 milliónir krónur Tí heldur Felagið Rækjuskip, at rækjuskipini eiga at fáa minst 10.000 tons av makreli til tey fýra skipini. Og fyri at fáa sum mest burturúr, mælir felagið til, at rækjuskipini í felag kunnu leiga skip at fiska kvotuna. Rættvíst og rímiligt Felagið Rækjuskip heldur tað vera bæði rættvíst og rímiligt, at parturin, ið verður latin teimum, sum beinleiðis hava mist av ósemjuni, verður latin sum eginkvota, við somu møguleikum sum aðrar eginkvotur, tað er, at til bera at flyta kvotu um ársskiftið. Felagið sigur tað vera óneyðuga forðing at avmarka møguleikarnar fyri partroling millum ávísar skipabólkar. Og Felagið Rækjuskip mælir til, at hjáveiðan av sild verður minst 12 prosent, sigur felagið í skrivinum til Fiskimálaráðið. Ein serfrøðinganevnd hjá donsku stjórnini fer at greina peningastovnar í Føroyum og Grønlandi fyri at vita, hvørjir teirra eru systemiskt týdningarmiklir . Tað hevur Aksel V. Johannesen, fólkatingsmaður, fingið at vita frá danska vinnumálaráðharranum, Ole Sohn Systemiskt týdningarmiklir peningastovnar eru peningastovnar, sum eru mettir at vera ov stórir fyri danska búskapin, at teir kunnu sleppa at fara av knóranum. Tað er hugsandi, at føroyskir bankar eru, sum eru ov stórir fyri danska búskapin til at fara av knóranum. Tað er týdningarmikið at fáa greinað, hvørjir teir eru, sigur Aksel V. Johannesen. Arbeiði at greina føroysku og grønlendsku bankarnar er partur av einum størri greiningararbeiði. Ole Sohn hevur sett eina serfrøðinganevnd at greina allar systemiskt týdningarmiklar peningastovnar í Danmark. Danski vinnumálaráðharrin, Ole Sohn, fer at tosa við føroyska Fíggjarmálaráðið um at fáa greinað føroysku bankarnar. Seinnapartin verður Facebook skrásett á partabrævamarknaðinum í New York, og talan er um nógv størsu skrásetingina, sum kemur frá hátøkniliga økinum í Silikon Valley. Talan er um eina stóra fyritøku, tí virðið á Facebook verður mett til 104 miljardir dollarar, og 900 miljónir fólki nýta Facebook, vísir ein kanning sum júst er gjørd. Tað var tann tá 19 ára gamli Mark Zuckerberg, sum í 2004 fór undir at menna Facebook, til tað sum hon er kend fyri í dag. Í 2006 sluppu øll at nýta Facebook, og undan tí hevði Viacom boðið 8,75 miljardir krónur, fyri portalin. Síðani gekk skjótt, í 2006 nýttu 12 miljónir fólk Facebook, í 2007 58 miljónir, og í 2008 legði Facebook seg fremst millum sosialu portalarnar, tá brúkaratalið fór uppum 100 miljónir fólk. Síðani hevur gingið støðugt framá, og talið av brúkarum vaks uppí 390 miljónir frá 2009 til 2011, og nú vísir seinasta uppgerðin, at 900 miljónir fólk nýta Facebook. Í Keypmannahavn er CO2 útlátið minkað við einum fimtaparti fýra ár fyrr enn ætlanin er, og málið er, at einki CO2 útlát skal vera í Keypmannahavn í 2025. Tá skal Keypmannahavn eisini vera heimsins fyrsti høvuðstaður, har einki CO2 útlát er. Málið við minkaða útlátinum er nátt, hóast fólkatalið í Keypmannahavn er økti við 10 prosentum, og virksemið í býnum er vaksið við fimm prosentum í sama tíðarskeiði. Umhvørvisborgarstjórin í Keypmannahavn, Ayfer Baykal, fegnast um gongdina. Hon fegnast um, at ætlaða málilið verður hildið, og hon heldur gongdina í Keypmannahavn vera eitt greitt tekin tikl aðrar býir, og til allan heimin um, at tað ber til at minka um útlátið av vakstrarhúsgassum. Orsøkin til at dálkingin minkar, er, at orkan frá varandi orkukeldum og at eitt orkuverk á Amager minkar um nýtsluna av koli, men nýtir biomassa ístaðin. Nógv av húsunum í Keypmannahavn fáa sína orku frá tí verkinum. Kommunan í Keypmannahavn fer í næstu viku at almannakunngera ætlaninar til 2025, tá einki CO2 útlát skal vera. Men tað krevur samstarv ímillum kommununa, fyritøkurnar í býnum og fólkið, sigur Ayfer Baykal, borgarstjóri í orku og umhvørvismálum. Aksel Johannesen setti í farnu viku danska skattamálaráðharranum, Thor Møger Pedersen, fyrispurning um nýggja upptjenings meginregluna, sum hevur rakað fleiri føroyingar, ið eru fluttir til Danmarkar eftir 1. januar 2012. Nýggja meginreglan hevði við sær, at føroyskar barnafamiljur, ið ikki hava havt bústað í Danmark í 2 ár innanfyri tey seinastu 10 árini, missa rættin til barnapengar. Thor Møger Pedersen hevur nú svarað Aksel Johannesen, at hann er sinnaður at bøta um lóggávuna og vil kanna møguleikan fyri, at upptjenings meginreglan verður rættað til at fevna um bústað innan allan ríkisfelagsskapin og ikki bert í Danmark. Jeg har p aring den baggrund bedt mine embedsmænd undersøge disse regler nærmere med henblik p aring at vurdere mulighederne for en justering af optjeningsprincippet p aring dette punkt, skrivar danski skattamálaráðharrin millum annað í svari til føroyska fólkatingsumboðið. Aksel Johannesen fegnast um, at skattamálaráðharrin nú er sinnaður fara víðari við málinum Hetta er eitt óheppið mál, ið rakar nógvar føroyskar barnafamiljur. Tí fegnist eg serliga um, at ráðharrin nú tekur málið upp og kannar møguleikarnar. Tað er av alstórum týdningi, at vit innan ríkisfelagsskapin ikki økja um marknaforðingar, men at vit gera tað so smidligt sum gjørligt at ferðast millum londini, sigur føroyski fólkatingslimurin í skrivi. ES og Evropeiski Miðbankin fyrireika seg til, at Grikkaland fer burturúr evrusamstarvinum. Tað váttar handilsráðharrin í ES, Karel De Gucht, í samrøðu við belgiska blaðið, De Standard. Fyri hálvum øðrum ári síðani hevði støðan verið sera trupul, um Grikkland fór burturúr evrusamstarvinum, men nú verður arbeitt við eini bjargingarloysn, um tað vísir seg, at Grikkaland ikki klárar seg, sigur Karel De Gucht. Tað er fyrstu ferð, at ein embætismaður í ovastu leiðsluni í ES váttar, at ES fyrireikar seg til at Grikkaland fer burturúr samstarvinum um evruna. Politiska støðan í skuldartyngda Grikkalandi er óstøðug. Tað er ikki eydnast at skipa eina stjórn, sum kann taka undir við krøvunum sum ES og Altjóða Valutagrunnurin, IMF, seta Grikkalandi, so landið kann fáa miljardir í hjálp. Uttan bjargingarætlanina frá ES og IMF, fer Grikkaland á húsagang. Grikska tjóðartingið varð fyrraparitn sent til hús, tí ætlanin er at halda nýval í Grikkalandi í juni. Dómsnevndin, sum viðger hugskotini til nýggjan miðbý í klaksvík, hevur havt úr at gera. Fleiri enn 150 uppskot til nýggjan miðbý í Klaksvík komu inn til hugskots shy kappingina, boðar Klaksvíkar Kommuna frá í skrivi. Talan er um eina altjóða kapping. Inn komu fleiri enn 150 uppskot, og koma hesi úr fleiri ymsum støðum kring knøttin. Í dómsnevndarálitinum, sum nú verður skrivað, verður greitt frá, hvørji uppskot hava vunnið, og hví dómsnevndin hevur valt júst hesi uppskot. AElig tlanin er at almannakunngera vinnarar og uppskotini á Norðoyastevnuni. Uppskotini eru sera spennandi og eru ymisk í síni loysn av, hvussu miðbýurin í Klaksvík kann verða í framtíðini. Uppskotini deildu seg í ymiskar bólkar, har miðbýurin verður settur saman av smærri og størri býlingum. Summi uppskot hava ein tættleika við smærri støddum, og onnur vísa á møguleikar við størri, flottum bygningum. Sambandið millum eystur og vesturarmin verður lýst á flest øllum uppskotum eins og samanbindingin til verandi býlingar, stendur í skrivinum frá Klaksvíkar Kommunu Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, og norski starvsfelagin, Lisbeth Berg Hansen, hava í dag fingið eina stóra arbeiðsuppgávu Tey skulu loysa ósemjuna um makrelfiskiskapin millum Føroyar, strandalondini og ES. Tað gjørdi norski forsætisráðharrin, Jens Stoltenberg, greitt í Tinganesi fyrrapartin, eftir fundi við Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann. Meir er at frætta í málinum í útvarpstíðindunum á døgurða. Áhugafelagið tekur í høvuðsheitum undir við skattauppskotinum, sum tryggjar føroyingunum, ið starvast uttanlands, skattafrádráttin á 150.000 umframt at gera skattaviðurskiftini greiðari. Kl. 8.55 er politiskur fundur í Tinganesi. Evnið er samstarvs og vinnuviðurskiftir millum Føroyar og Noreg, so sum fiskivinna, alivinna, olju og gassvinnan, støðan í Arktis og framtíðar samstarvsmøguleikar. Kl. 9.45 verður tíðindafundur í Tinganesi. Kl. 10.30 er Tórshavnar Kommuna vertur fyri borðhaldi í Kirkjubø. Stoltenberg fer avstað aftur við serflogfarið um middagsleitið. Hetta var fyrstu ferð síðan Per Borten vitjaði Føroyar í 1966, at vit hava vitjan av einum sitandi norskum forsætisráðharra. Á kvøldsetuni í Norðurlandahúsinum í gjárkvøldið helt Jens Stoltenberg, at tað er ov galið, at tað skal ganga so long tíð millum vitjanirnar. Eftir kvøldsetuna í gjár, var landsstýrið vertur fyri einum døgurða í Mullers Pakkhúsi í Havn. Í røðu síni her, legði Kaj Leo Holm Johannessen, løgmaður, dent á longu søguligu sambondini millum Føroyar og Noreg. Sum minni um Føroyavitjanin fekk Jens Stoltenberg handað eitt avrit av elsta varðveitta føroyska handritinum, Seyðabrævinum. Seyðabrævið er prógv um eina forna norska lóg, ið varð galdandi lógartekstur í Føroyum í mong ár. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur lagt eitt uppskot í løgtingið, sum strikar samdøgursfrádráttin til føroyingar, ið arbeiða uttanlands afturfyri hækkar botnfrádrátturin úr 92.000 krónur upp á í mesta 150.000 krónur árliga. Tað er neyðugt at halda fast í frádráttinum fyri at forða fyri, at føroyingarnir rýma av landinum, heldur Jørgen Niclasen. Stjórin í Supply Service er ikki samdur. Stýrið í Íleggingargrunninum hevur einki frætt um, at landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur biðið donsku stjórnina um at taka 28 milliónir krónur úr grunninum at brúka til at beina fyri gamla dynamittinum á flogvøllinum. Tað sigur formaðurin í stýrinum, Palli Ziskason. Annars hevur hann onga viðmerking um tíðindini, sum Útvarpið hevði leygardagin frá Johan Dahl, landsstýrismanni, um tær 28 milliónirnar, sum skulu takast úr grunninum, so hann verður niðurlagaður. Tað hevur við sær, at Íleggingargrunnurin hevur 28 milliónir krónur minni at arbeiða við og lána út til undirstøðukervið í Føroyum. Leygardagin segði Johan Dahl, at hann hevði tosað við Henrik Dam Christensen, flutningsmálaráðharra, um at fáa pengar til at beina spreingievnið við flogvøllin burtur. Henrik Dam Christensen lovaði at leggja málið fyri donsku stjórnina, segði Johan Dahl. Tá 365 milliónir krónur vórðu tiknar, ikki læntar, úr Íleggingargrunninum til at útbyggja flogvøllin, varð tað gjørt sambært avtalu millum løgmann og forsætisráðharran. Og Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri, bað fólkatingið broyta lógina um Íleggingargrunnin. Hetta er ein jazzfestivalur, sum verður hildin í døgunum 8. til 12. juli. Hesin festivalurin varð stovnaður í 1948, og nøvn sum Dizzy Gillespie, Stephane Grappelli, Django Reinhardt, Charles Mingus, Lionel Hampton og fleiri hava framført har gjøgnum tíðina. Tað, sum eyðkennir festivalskránna í dag, er at tónleikurin ikki er so nógv main stream jazzur men heldur ein blanding av ymsum sum vit til dømis kenna tað frá Tórshavnar Jazz Fólka og Bluesfestivali. Og tað er ikki óvanligt, at nøvn úr til dømis miðeystri, Asia og Afrika verða umboðað. Vilt tú vita meiri um hendan jazzfestivalin, kanst tú fara inn á heimasíðuna. 11. juli stendur ella situr Ahmad Jamal á palli á Nice Jazzfestivali. Ahmad Jamal er amerikanskur pianistur, føddur í 1930. Hann byrjaði at spæla í bebop tíðini, tá ið alt skuldi vera so skjótt og virtuost men Jamal tók tað djarva valið at fara hinvegin, í tann minimalistiska cool jazzin. Har kom hann í samband við Miles Davis í 50 unum, og Davis virdi hann nógv fyri hansara oyra fyri pausum í tónleikinum. Jamal kallar sjálvur hetta fyri disciplin , og sambært honum ber ikki til at forsera tingini í nøkrum viðurskiftum í lívinum uttan at missa hjartað og sálina. Og tónleikur er onki undantak. Áhugaverdir tankar. Vit skulu hoyra eitt lag av nýggju úttgávuni hjá Ahmad Jamal, sum nevniost Blue Moon. Her hevur hann fingið Reginald Veal at spæla bass saman við sær, Herlin Riley á trummur og Manolo Badrena á slagverk. 1. Woody n You Ahmad Jamal Blue Moon 2012 Mikudagin 11. juli stendur Ron Carter á palli. Hann er amerikanskur bassistur, 75 ára gamal í dag, og mettur at vera ein jazzlegenda. Hann hevur spælt við Bill Evans, Cannonball Adderley, Miles Davis, McCoy Tyner og nógvum øðrum. Og so hevur hann ávirkað eitt heilt ættarlið av bassistum við sínum eyðkenda spælistíli. Hann hevur her valt formatið klaver, bass og guitar. Hetta er ein klassisk instrumentering, sum er kend frá til dømis Nat King Cole og Oscar Petersson. Tónleikararnir, hann fer at spæla saman við, eru Mulgrew Miller á klaver og Russell Malone á guitara. Men tað er tó ikki hendan samanseting, vit skulu hoyra í sendingini tað verður av útgávuni Dear Miles frá 2007, ein fagnaðarútgáva til Miles Davis við Stephen Scott á klaver, Peyton Crossley trummur og Roger Squitero slagverk. Tað verður eitt lag, sum Ron Carter sjálvur hevur skrivað 2. Cut and Paste Ron Carter Dear Miles 2007 12. juli stendur ein duo frá Mali í Afrika á palli í Nice. Tey eru hjún og bæði tvey blind. Tey eru kend sum the blind couple from Mali. Tey bæði hittust í einum blindainstitutti í Afrika einaferð í 70unum og funnu so har útav, at tey høvdu tónleikin sum felags áhugamál. Tey giftust í 1980 og fóru at framføra saman í 83. Fyrsta útgávan kom í 1998, og útgávan Folila frá í ár er teirra sjeynda í røðini. Lagið, vit skulu hoyra, nevnist Dogou Badia, og tað er featuring Santigold, sum er ein amerikansk sangarinna. 3. Dogou Badia feat. santigold Amadou amp Mariam Folila 2012 8. juli stendur Dee Dee Bridgewater á palli í Nice. Hon er amerikansk jazzsangarinna, vunnið 3 grammies og tilnevnd einar 7 ferðir. Hon hevur mestsum spesialiserað seg í gera fagnaðarútgávur til kendar tónleikarar, so sum Ella Fitzgerald, Horace Silver og tónaskaldið Kurt Weill. To Billie With Love From Dee dee Bridgewater er heitið á einari útgávu frá 2010. Hetta er, sum navnið sigur, somuleiðis ein tribute ella fagnaðarútgáva til Billie Holiday. Vit hoyra eitt lag av hesari útgávuni, og hóskandi verður tað Lady Sings the Blues. Annars kann eg laggja afturat, at Dee Dee Bridgewater kemur langt út um pallkantin í sínum konsertum. So sjálv framførslan er eitt konsertatgongumerki verd. 4. Lady Sings The Blues Dee Dee Bridgewater To Billie with Love 2010 Mánadagin 9. juli er ein norrmaður á skránni, sum eitur Jarle Bernhoft. Hann er føddur Littedal í Norra í 1976. Hansara framførsla er serlig á tann hátt, at hann er einsamallur á palli hann syngur, spælir guitara og rhodesklaver, umframt at hann brúkar loops við rútmum altso at hann syngur og spælir strofur inn í eina sonevnda loop maskinu, sum hann so spælir av aftur live í konsertini. Hetta er ein maskina, sum upptekur strofur á nøkur sekund og spælir tær av aftur endurtakandi. Vit skulu hoyra eitt dømi hetta av útgávuni Solidarity Breaks frá í fjør. Hetta er í stíli yvir í 70ara soul og funk og annars multitasking í hægri potensi. 5. C mon Talk Bernhoft Solidarity Breaks 2011 Hósdagin 12. juli stendur Robert Randolph á palli í Nice Jazzfestival. Han er amerikanskur steel guitaristur, ávirkaður bluesuta vegin av Stevie Ray Vaughan. Hann varð í tíðarritinum Rolling Stone Magazine kosin at vera millum 100 bestu guitarleikarar í heiminum, hetta var í 2003. Hann feri við sínu bólki, The Family Band, at framføra tónleik, sum er ávrikaður av 70 ara funki so sum Earth Wind and Fira og Sly and the Family Stone. Og allarhelst verður tað eisini við einum dismi av gospel, tí Robert Randolph lærdi seg at spæla steel guitara í afro amerikonskum kirkjuligum umhvørvi í USA. Har verður hesin steel guitarin róptur the sacred steel og er ein partur av tí siðvenjuni. Sum ískoyti kann eg nevna, at rútmuguitaristurin Joey Williams úr bólkinum Blind Boys of Alabama spælir við í bólkinum. Latum okkum hoyra eitt lag frá tí sienastu útgávuni, sum er ein live upptøka frá einari turn eacute , sum bólkurin gjørdi í USA í 2010. Hetta er ein gamal sangur, sum Blind Willie Johnson sang í 1927. 6. If I Had My Way Robert Randolph Family Band Live In Concert 2011 12. juli stendur Sharon Jones á palli. Hon er soul funk sangarinna úr býnum Atlanta í USA. Hon verður stundum rópt hin kvinnuliga James Brown. Men heimurin kendi hana ikki áðrenn 2002, tá ið hon 46 ára gomul gav sína fyrstu útgávu út. Áðrenn hetta hevði hon starvast sum vaktarkvinna og fangavørður í einum fongsli. Men hon hevur megnað at skapað sær eina sterka rødd innan soul og funk tey 10 árini, hon hevur verið frammi. Her hoyra vit hana saman við bólkinum the Dap Kings framføra motown kenda lagið Genuine. Eitt groove, sum vil nakað. 7. Genuine Part 1 amp 2 Sharon Jones and the Dap Kings Soul Time 2011 So fara vit til ein harra, sum eitur Ibrahim Maalouf. Hann stendura palli í Nice tann 8. juli. Ibrahim Maalouf er trompetistur og komponistur, føddur í Beirut í Libanon í 1980. Foreldur hansara eru tónleikarar, pápin Nassim Maalouf spælir trompet, og mamman Nada Maalouf klaver. Tá Ibrahim var barn í 80unum flýddi familjan úr Libanon undan borgarakrígnum har og settist niður í Fraklandi í einum forstaði til Paris. Pápi hansara, ein virdur trompetleikari, lærdi hann her at spæla trompet, fyrst klassiskan tónleik, síðani arabiskan, sum eins og jazzur hevur improviatión sum sentralan part. Tað er soleiðis, at pápi hansara hevur ment eitt serligt slag av trompet, sum kann spæla kvarttonar og harvið arabiskan tónleik. Ibrahim Maalouf spælir uppá ein slíka. Hendan hevur ein eykaventil, sum fær hesar kvarttónarnar fram. Annars hevur Ibrahim Maalouf spælt um alt Europa sum kklassiskur tónleikari, luttikið í ymsum kappingum og fingið fleiri virðislønir. Men hann hevur eisini sjálvur skrivað tónleik í jazz kategoriini við arabiskum ísletti. Og tað er eisini við hesum forteknum, at hann stendur á palli á Nice Jazz Festivli saman við 7 øðrum tónleikarum úr Fraklandi. Ibrahim Maalouf hevur givið 3 fløgur út, tann síðsta kom í 2011, sum ber heitið Diagnostic. Hetta er væl úr hondum greiddur tónleikur við sterkum, persónligum kenslum. Eg haldi meg hoyra eina djúpri meining við hesum kvarttónanum her. Royn sjálvur, ella sjálv, at lurta og vita, um tú heldur teg hoyra ein falskan tóna. Um so er, er hetta ein kvarttóni. Royn síðani og finn út av, hvat hesin tónin ger við teg. 8. All the Beautiful Things Ibrahim Maalouf Diagnostic 2011 Mikudagin 11. juli stendur Emir Kusturica á palli í Nice. Hann er úr býnum Sarajevo. Hann er eitt sindur av einum 1000 kunstnara, hevur gjørt ymsar stuttfilmar, sum hava vunnið honum fleiri heiðursgávur, gyltar leyvur í Venezia, gylt pálmatrø í Cannes og silvur bjarnir í Berlin. Og so er hann, umframt at vera sjónleikari, eisini tónleikari. Og tónleikurin er sentralur í hansara filmum. Hann vitjar Nice Jazzfestival við einum bólki, sum nevnist No Smoking Orchestra. Og hesin tónleikurin, tey fara at framføra, er sprottin úr hesum arbeiðnum við filmi. Hetta er ein blanding av rokki, punki, fanfaru og sigoynaratónleiki. Av útgávuni frá 2003, sum ber heitið Unza Unza Time, skulu vit hoyra lagið Lubenica, sum á serbiskum mmerkir Vatnmelón. 9. Lubenica Emir Kusturica amp The No Smoking Band Unza Unza Time 2003 Høvuðssíðan hjá sendingini finst her Almannastovan brúkti sjey ár um at finna einari gentu pláss á stovni. Og tað er ikki í lagi, heldur Løgtingsins umboðsmaður. Løgtingsins umboðsmaður fekk hálvan februar í 2010 eina klagu frá einari kvinnu um, at dóttir hennara hevði bíðað í meira enn fimm ár eftir einum stovnstilboði. Hálvan april í ár er málið loyst, og gentan er nú sloppin á stovn í Danmark. Hóast málið nú sum skilst er loyst, haldi eg, at hetta mál gevur mær orsøk til at heita á Almannastovuna um skjótast gjørligt at gera nakrar greiðar mannagongdir fyri, hvussu slík mál skulu handfarast, støðulýsingar og metingar av hvørjar upplýsingar skulu fáast til vegar, áðrenn ein ítøkilig málsviðgerð verður byrjað, sigur Umboðsmaðurin. Ein slík mannagongd hevði stytt munandi um málsviðgerðartíðina í hesum máli, sigur Løgtingsins umboðsmaður í sínari niðurstøðu. Tríggir oddamenn í Cimber Sterling, sum fór á húsagang herfyri, hava keypt trotabúgvið, og hava stovnað felagið Cimber A S. 114 arbeiðspláss eru bjargað, skrivar Ritzau. Millum teirra, sum hava stovnað nýggja felagið, er Jørgen Nielsen, sonur Ingolf Nielsen, ið stovnaði upprunaliga Cimber Air. Jørgen Nielsen hevur í mong ár eisini verið stjóri í Cimber Sterling. Nýggja felagið tekur táttin upp, har tað gamla slepti, og fer millum annað at flúgva fyri SAS. Hin parturin av Cimber Sterling, sum fevnir um at halda flogførini viðlíka, er seldur til eitt felag, ið eitur Mansvel. Har verða millum 200 og 260 arbeiðspláss varðveitt. Tá Cimber Sterling fór á húsagang, eydnaðist tað 50 starvsfólkum at fáa arbeiði í flogfelagnum Jettime, sum yvirtók tvey Boeing flogfør hjá Cimber Sterling. Lógaruppskotini, sum skulu skipa makrelfiskiskapin í summar, koma neyvan aftur í tingsalin fyrr enn síðst í næstu viku. Vinnunevndin hjá løgtinginum er farin at viðgera lógaruppskotini, og nevndin ætlar sær at brúka fleiri dagar afturat at viðgera málið, áðrenn álit verður skrivað. Higartil hava 20 persónar, feløg og stovnar fingið fundarboð í vinnunevndini. Og sambært nevndarformanninum, Alfredi Olsen, verða kanska fleiri innkallað. Fleiri hava gjørt vart við seg og hava biðið um loyvi at føra síni sjónarmið fram fyri nevndini. Halda vit hesi vera viðkomandi fyri viðgerðina, verða tey eisini innkallað, sigur Alfred Olsen. Fundur er aftur í vinnunevndini í dag, og harafturat er allur týsdagurin settur av til at viðgera lógaruppskotini um makrelfiskiskapin. TAKS hevur nú gjørt eftir dómunum hjá Føroya rætti í málunum um brotini á kapitalvinningsskattalógina. 196 skattaborgarar, sum fingu rokning frá TAKS og hava goldið rokningina, hava nú fingið 1,8 milliónir krónur aftur frá TAKS. Orsøkin er, at Føroya rættur helt ikki, at bótin skuldi vera so stór, sum TAKS helt. Nøkur fólk, sum fingu sektaruppskot, góðtóku ikki uppskotið, og tí fór fútin í rættin við teimum. Føroya rættur kom til somu niðurstøðu sum TAKS, at tað var rætt at áleggja eina sekt fyri av grovum ósketni at hava brotið kapitalvinningsskattalógina, tí fólk góvu sín kapitalvinning í 2007 skeivt upp. Í sama viðfangi tóku vit til eftirtektar, at sektirnar vóru ov høgar, og hava nú goldið peningin aftur, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS. TAKS fór í 2008 at kanna, hvussu fólk høvdu givið kapitalvinningin í 2007 upp. Kapitalvinningur er millum annað vinningur av at selja partabrøv. Slíkur vinningur er skattskyldugur og skal tí gevast upp. Kanningin vísti, at 600 fólk høvdu ikki givið rætt upp. Og tey fingu rokning frá TAKS. Føroyingar, sum sigla við norskum veitingarskipum, fáa munandi betri sømdir enn føroysku starvsfelagarnir, ið sigla við føroyskum veitingarskipum undir FAS skipanini, verður uppskotið at gera broytingar í skattalógini samtykt. Tað vísa útrokningar, sum ein grannskoðari hevur gjørt fyri Supply Service. Tað er landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, sum hevur lagt uppskotið um broytingar í skattalógini fyri tingið. Uppskotið snýr seg um at gera greiðari reglur í sambandi við skatting av inntøkum hjá teimum gott og væl túsund føroyingunum, ið sigla og arbeiða uttanlands, og at gera fyrisitingina einfaldari. Samdøgursfrádráttur hvørvur Umframt at gera ferðaseðilin millum bústaðin í Føroyum og arbeiðstaðið uttanlands skattafrían, skal skattafrádrátturin gerast einfaldari og betri til tess at forða fyri, at føroyingarnir flyta av landinum, sum harvið missir skattainntøku. Sambært uppskotinum skal samdøgursfrádrátturin strikast. Harvið missa føroyingarnir 300 krónur fyri samdøgrið. Í staðin kunnu teir flestu ugga seg við einum størri skattafrádrátti. Í framtíðini fáa allir føroyingar, ið arbeiða uttanlands bæði á sjógvi og landi ein skattafrádrátt, sum svarar til 30 prosent av inntøkuni tó í mesta lagi 150.000 krónur árliga. Tað eru umleið 60.000 krónur meiri enn tær stívu 90.000 krónurnar, sum føroyingarnir í mesta lagi fáa í skattafrádrátti í dag. Fáa meiri í Noregi Ein føroyingur, sum fær 600.000 krónur í hýru um ári við norskum veitingarskipi uttan fyri norskt øki, fær við lógarbroytingini eina skattalækking upp á góðar 60.000 krónur tað eru 5.000 krónur um mánaðin. Og árliga hevur hann samstundis næstan 70.000 krónur meiri at ráða yvir eftir skatt samanborið við starvsfelagan, sum siglir við føroyskum veitingarskipi undir FAS skipanini, ið ikki er fevnd av lógarbroytingini, vísa útrokningarnar, sum Supply Service hevur latið gjørt. Væl meiri av sild er norðan fyri Føroyar í ár enn undanfarin ár, men eingin makrelur. Tað vísa kanningarnar, sum Havstovan hevur gjørt við Magnusi Heinasyni. Sildin stóð víða á kanningarøkinum, og er sum ein lind á 10 50 metra dýpi. Um dagin tekur hon seg saman í smáar torvur á 250 til 300 metra dýpi. Sildin stendur tættast í útnyrðingspartinum, sigur Jan Arge Jacobsen, fiskifrøðingur á Havstovuni. Nakað meiri av svartkjafti var eisini at síggja samanborið við í fjør. Hetta samsvarar við fyribils kanningarúrslitini vestan fyri Bretsku Oyggjarnar fyrr í vár. Smáur svartkjaftur 2009 árgangurin var eisini at síggja, men tó var nærum einki at síggja úti á víðum havi. Eingin makrelur Var nógv sild at síggja, er øðrvísi við makrelinum, tí eingin makrelur er at síggja norðanfyri í ár. Í fjør var makrelurin komin norður á 64 stig og 30 hesa tíðina. Gongdin seinastu árini hevur annars verið, at makrelurin hesa tíðina er komin longri norður og vestur, sigur Jan Arge Jacobsen. Kanningin hjá Havstovuni er skipað sum altjóða kanning undir ICES, har Føroyar, Noreg ES og Ísland eru við. Úrslitini frá Magnusi Heinasyni verða løgd saman við úrslitunum frá hinum londunum í kanningini í juni, tá endalig frágreiðing verður skrivað. Nýval verður í Grikkalandi. Tað sigur formaðurin í sosialdemokratiska flokkinum Pasok, Evangelos Venizoles, sambært Reuters. Forsetin í Grikkalandi gjørdi seinnapartin eina seinastu roynd at fáa flokkarnar at semjast um at skipa stjórn, men tað miseydnaðist, og tí verður nýval. Samráðingarnar slitnaðu bert níggju dagar eftir tjóðartingsvalið, har eingin flokkur fekk neyðuga meirilutan at skipa stjórn. Sostatt er eingin politisk loysn í eygsjón í Grikkalandi, og eygleiðarar vænta, at tað bert er ein spurningur um tíð, til landið noyðist at fara burtur úr evru samstarvinum. Enn er ikki avgjørt, nær nýval verður, men nógv bendir á, at tað verður miðskeiðis í juni. Ein fyribilsstjórn verður skipað í morgin, sigur ein talsmaður fyri forsetan, Karolos Papoulias. Í stjórnarloysi Grikkaland hevur ligið í stjórnarloysi síðani tjóðartingsvalið. Tríggir floksleiðarar og forsetin hava roynt at skipa ein samgongustjórn, men til fánýtis. Úrslitið av valinum vísti, at í tinginum sita nú flokkar, sum annaðhvørt eru fyri ella ímóti krepputiltøkunum, ið vórðu sett í verk, til tess Grikkaland kann fáa lán úr øðrum evru londum. Og henda støðan ger, at eingin møguleiki er at skipa samgongustjórn. Ein maður royndi í dag at sleppa inn um girðingina uttan fyri rættarhølið í Oslo, har málið móti hópdrápsmanninum, Anders Behring Breivik, verður viðgjørt. Brádliga kom eldur í troyggjuna, sum maðurin var í. Hann hevur fingið álvarsligan skaða, og er fluttur á sjúkrahús, skriva norskir miðlar. Løgreglan sigur, at maðurin rópti hart helst á norskum men hon veit ikki, hvør hann er. Maðurin setti eld á seg sjálvan, tá hann royndi at sleppa inn um girðingina, sigur ein løgreglumaður við danska kringvarpið. Hann hevði tvær fløskur við eldfimum løgi uppi á sær, sum hann stoytti á seg sjálvan, sigur ein sjónarváttur við Verdens Gang á netinum. Sjúkrabilur varð boðsendur, og maðurin er fluttur á sjúkrahús. Øll ferðsla uttan fyri rættarhølið er steðgað. Møguleikarnir fyri flutningi hjá vinnulívinum í Hvalba eru batnaðir, nú loftið í hvalbiartunlinum er hækkað hálvan metur. Fríhæddin var upprunaliga tríggjar metrar, men nú er hon hálvan fjórða metur, har hon er hægst. Í fyrstu atløgu skrótaði Landsverk so mikið av gróti undan loftinum, at hæddin var 3,3 metrar. Síðani varð meiri skrótað, og nú er lægsta fjarstøðan millum vegbreytina og tunnilsloftið hálvan fjórða metur. Landsverk sigur, at nú skuldu møguleikar verið at koyrt í hvalbiartunlinum við størri akførum og bingjum, sum vinnulívið í Hvalba hevur eftirlýst. Við einum serakfari, har til ber at lækka vognin, kann koyrast í tunlinum við bingjum í vanligari stødd. Arbeiðið at hækka tunnilsloftið í hvalbiartunlinum hevur kostað umleið tvær milliónir krónur. Landsstýrismálanevndin fer nú at viðgera kærurnar frá Tjóðveldi um løgmann, sum verður lagdur undir at hava brotið stýrisskipanarlógina í tveimum førum. Tjóðveldi sigur, at Kaj Leo Holm Johannesen breyt stýrisskipanarlógina, tá hann fór til Danmarkar at tingast um at hækka ríkisveitingina. Løgmaður breyt eisini stýrisskipanarlógina, tí hann ikki kunnaði uttanlandsnevndina hjá løgtinginum, áðrenn avgerðin um at lata sendistovuna í London aftur varð tikin, sigur Tjóðveldi. Landsstýrismálanevndin hevur fund um málið fríggjadagin. Í landssyrismálanevndini sita Sirið Stenberg, formaður, Joen Magnus Rasmussen, næstformaður, og Rósa Samuelsen. Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðsmannafelag hava vunnið kærumálið móti Faroe Pelagiv um setanarprógv hjá starvsfólki. Feløgini kærdu fyri tveimum árum síðani Faroe Pelagic í Kollafirði til Vinnukærunevndina fyri ikki at halda sínar lógarásettu skyldur viðvíkjandi setanarprógvunum. Feløgini hava nú fingið viðhald í ávíkavist 94 og 32 málum, har Faroe Pelagic ikki hevur givið starvsfólkunum setanarskriv sambært lógini. Feløgini fara nú viðari í Føroya Rætt við kravi um endurgjald. Lógin gevur møguleika at fáa virkið dømt at gjalda endurgjald, tá arbeiðsfólk ikki hava fingið setanarskriv endurgjaldið til hvørt arbeiðsfólk kann vera úr túsund krónum og upp í 20 vikulønir. Triðja árið á rað hava færri føroyingar fingið staðfest klamydia enn árið fyri. Tað vísa tølini hjá Landslæknanum, sum í hesum døgum leggur seinastu hond á árligu heilsulýsingina. Í fjør vóru 135 klamydia tilburðir staðfestir 31 færri enn í 2010 Metárið var 2009, tá 220 føroyingar fingu staðfest kynssjúkuna. Hóast talið á klamydiatilburðum hevur verið støðugt lækkandi seinastu trý árini, er tað framvegis munandi hægri enn fyri aldarskiftið. Í árinum 2000 til dømis vóru 36 klamydiatilburðir staðfestir. Fleiri kunnu hava klamydia uttan at vita av tí. Tí sigur talið ikki, hvussu veruliga støðan er. Jalig gongd Eitt tal, ið gevur eina betri ábending um veruligu støðuna, er býtið millum, hvussu nógv lata seg kanna, og hvussu nógv fáa staðfest kynssjúkuna. Eisini her sæst ein jalig gongd seinnu árini. Í 2008 høvdu góð 15 prosent av teimum, sum lótu seg kanna, fingið sjúkuna, í 2009 14 prosent. í 2010 var talið komið niður á umleið12 prosent, og í fjør fingu umleið11 prosent av teimum, sum lótu seg kanna, at vita, at tey høvdu sjúkuna, vísa nýggjastu tølini frá Landslæknanum. Syfilis í Danmark Í Danmark rópa tey varskó, tí ein onnur kynssjúka, syfilis, er trifaldið seinastu tvey árini. So er ikki í Føroyum. Eingin syfilis tilburður varð staðfestur í fjør, og vit skulu 16 ár aftur í tíðina at fáa staðfest seinasta syfilis tilburð í Føroyum. Ein tilburður av gonorr eacute varð staðfestur í Føroyum. Heimsins størsta oljufelag er nú eisini partur av Føroya Oljuídnaðarbólki. Amerikanska ExxonMobil fekk limaskap á fundi í Keypmannahavn í dag. Exxon hevur keypt seg inn í tvey leitiloyvi hjá Statoil í Føroyum, og verður við í boringini á føroyska landgrunninum í summar saman við Statoil og Atlantic Petroleum, skrivar oljuportalurin oljan.fo. Føroya Oljuídnaðarbólkur er áhugafelag hjá oljufeløgum, sum hava leitiloyvi og gera forkanningar á føroyska landgrunninum. Hini feløgini í FOÍB eru Statoil, Dong, OMV, Valiant, Faroe Petroleum og Atlantic Petroleum. Oljan. fo skrivar, at nú amerikanski oljurisin er komin upp í FOÍB, er oljuleitingin undir Føroyum av álvara aftur komin á altjóða oljukortið. Teir tríggir andstøðuflokkarnir hava í dag lagt uppskot fyri tingið, ið setur bann fyri at selja og keypa fiskiloyvi á privata marknaðinum. Sambært uppskotinum frá Tjóðveldi, Javnaðarflokkinum og Framsókn fella veiðiloyvið og øll fiskirættindi beinan vegin aftur til landið, um fiskifarið skiftir eigara. Tó skal ber til hjá loyvishavara at skifta eitt fiskifar við eitt annað, ið hevur somu ella minni fiskiorku, men ikki millum bólkar. Tað stendur øllum greitt, at ein stórur og vaksandi handil fer fram við veiðiloyvum og fiskirættindum í føroyska fiskiskipaflotanum. Úrslitið er, at brúksloyvi og fiskirættindi, sum upprunaliga eru givin frá landinum til fiskifør, gerast ein privat søluvøra. Tann, ið fer úr vinnuni, fær stóran vinning, meðan tey eftirverandi fiskiførini sita við stórari og vaksandi skuld. Eldri skip, ið hava eitt lítið og minkandi virði sum veiðitól, verða keypt og seld fyri høgar prísir og talan er sostatt um, at fiskirættindini undir Føroyum, ið er fólksins ogn, gerast ein spekulasjónsvøra, ið endar á alt færri hondum. Nú makrelurin í føroyskum sjógvi er vorðin millum mest virðismikla tilfeingi at sleppa framat, fer handilin við veiðiloyvum umvegis uppkeyp av skipum, og umvegs ymsar kreativar loysnir við at flyta veiðiloyvi og fiskirætindi millum skip, bara at vinda uppá seg. Verður onki gjørt nú, er ongin ivi um, at rættindini til fiskiríkidømið undir Føroyum og á teimum leiðum, ið Føroyar hava samráðst seg til umbýti av rættindum við onnur lond, er endað á nøkrum heilt fáum og útlendskum hondum. Harvið er sjálvt ræðið á føroyska tilfeinginum farið frá føroyska samfelagnum, siga Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Framsókn í viðmerkingunum til uppskotið. Húsalánsgrunnurin fer nú at bjóða realkredittlán, sum verða bíligari enn realkredittlánini, bankarnir kunnu veita, skrivar Sosialurin. Samráðingar eru við eitt danskt realkredittfelag, og tær ganga so mikið væl, at ein avtala væntandi verður gjørd fyri summarfrítíðina, sigur Andras Róin, stjóri í Húsalánsgrunninum. Politiski myndugleikin skal góðkenna avtaluna, og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, sigur við Sosialin, at tá Húsalánsgrunnurin er komin við einum útspæli, verður tað viðgjørt í Fíggjarmálaráðnum. Endamálið við, at Húsalánsgrunnurin eisini skal veita realkredittlán, er, at tað skal verða bíligari hjá lántakaranum. Andras Róin heldur, at realkredittlánini í Føroyum eru ov dýr, tí bankarnir eftir hansara tykki taka ov stórt umsitingargjald. Realkredittlánið úr Húsalánsgrunninum skal helst verður millum eitt og hálvt annað prosent bíligari enn tað, sum bankarnir lata, sigur Andras Róin við Sosialin. Føroyingar eru raskari at lata einnýtisíløt innaftur. Í fjør vórðu 80 prosent av øllum einnýtisíløtunum latin aftur. Hetta eru 10 prosentstig meiri enn árið fyri, sigur Umhvørvisstovan. Tilsamans 6,5 milliónir einnýtisíløt vóru í skipanini í fjør, og av hesum komu 5,2 milliónir inn aftur. Innkomnu íløtini verða øll seld til endurvinningar. Hetta er ein sera stór framgongd, og kundi bent á, at tað at lata tómu íløtini innaftur, er um at gerast ein natúrligur partur í gerandisdegnum hjá flestu brúkarum, sigur Umhvørvisstovan í tíðindaskrivi. Um vit samanbera okkara tøl við hini norðurlondini, liggja vit kortini nakað niðan fyri teirra returprosent, sum vanliga liggja nakað oman fyri 80 prosent. Paul Watson, stovnarin og oddamaður í Sea Shepherd, varð í gjár handtikin í Frankfurt í Týsklandi. Hetta váttar Sea Shepherd á heimasíðu sínari. Paul Watson varð handtikin á flogvøllinum í Frankfurt fyri at hava lagt seg út í veiðu eftir hávi í havinum við Guatemala í 2002. Hetta hendi í sambandi við upptøkurnar til filmin Shark Water hjá Rob Stewart, sum kom út í 2005. Í eini roynd at verja hávin móti oyðing, fór Rob Stewart at samstarva við Paul Watson og Sea Shepherd, og tað var byrjanin til eitt fýra ára langt stríð, sum verður lýst í filminum. Shark Water er fleiri ferðir vístur á Animal Planet og verður roknaður sum gjøgnumbrotið, ið slóðaði vegin fyri luttøkuni hjá Sea Shepherd í sendingini Whale Wars , har Føroyar í løtuni eru í andgletti. Sambært heimasíðuni hjá Sea Shepherd, so er Paul Watson ákærdur fyri at hava siglt á skipið Varadero , sum er skrásett í Costa Rica. Hetta er brot á góðan atburð á sjónum, og manningin umborð á skipinum meldaði tískil Paul Watson, fyri at seta lív teirra í vága. Boðanesheimið í Havn skal listprýðast fyri tilsamans 800.000 krónur, og Tórshavnar kommuna bjóðar nú arbeiðið út. Arbeiðið verður boðið út í fýra arbeiðstøkur, og tað ber til at bjóða upp á eina, fleiri ella allar. Til tær ymisku arbeiðstøkurnar eru peningur játtaður soleiðis Gongsarealið í ovaru hædd krónur 150.000,00 Gongsarealið í niðaru hædd krónur 150.000,00 Seturstova, samkomuhøll og móttøka í einum krónur 400.000,00 Deildin fyri minnisveik krónur 100.000,00 Tilsamans 800.000 krónur, sum eru hálvt annað prosent av byggikostnaðinum fyri heimið. Ein listabólkur ger av, hvør fær arbeiðið. Uppskotini skulu vera Listabólkinum í hendi í seinasta lagi 25. juni. Boðanesheimið verður eftir ætlan tikið í nýtslu í heyst. Síðani lógin um rentustuðul varð broytt í 2009, hevur TAKS skrásett øll matrikulnummar, sum eru knýtt at sethúsalánum. Síðani hevur TAKS vent sær til allar borgarar, ið fáa rentustuðul, fyri at fáa váttað, hvat lánini verða brúkt til. Úrslitið av okkara eftirlitsarbeiði vísir, at góðar tvær milliónir krónur skulu krevjast inn aftur. Rentustuðulin av hesum lánum er somuleiðis steðgaður. Sostatt sparir landskassin uttan iva fleiri milliónir í rentustuðli næstu árini, sum annars hevði verið útgoldin av órøttum, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS. Tað eru ymiskar orsøkir til, at ov nógvur rentustuðul varð útgoldin. Í ávísum førum er rentustuðulin steðgaður, tí umsøkjarin ikki hevur svarað, hóast hann hevur fingið tríggjar áheitanir frá TAKS, ella hevur fingið rentustuðul fyri meira enn ein bústað. Í øðrum førum er vantandi samsvar millum lántakara og sethúsaeigara, sigur TAKS. Nýggju trolararnir, Sjagaklettur og Gullberg, komu á Hvalba í gjárkvøldið. Trolararnir fara væntandi til fiskiskap um eina góða viku, sigur Tummas Christoffersen, stjóri í felagnum, Jókinn, sum eigur trolararnar. Sjagaklettur og Gullberg fara at fiska botnfisk undir Føroyum, men felagið hevur eisini søkt um at fáa part av makrelkvotuni. Skipini fara at frysta fiskin umborð, og síðani verður hann tilvirkaður á landi. Trolararnir eru 837 bruttotons hvør, og eru smíðaðir í Týsklandi í 1996 97. Teir hava fiskað í Barentshavinum og hava landað í Noregi. Jókinn keypti teir frá einum felag í Murmansk í Russlandi fyri tilsamans 64 milliónir krónur. Sjagaklettur og Gullberg koma inn í flotan fyri Roc Amadour, Sjagaklett og Rasmus Effersøe, sum eru farnir úr flotanum. Roc Amadour og Sjagaklettur eru farnir til upphøggingar, meðan Rasmus Effersøe varð seldur til Uruguay fyri 2 árum síðan. Einir 14 mans verða við hvørjum skipi Eini 200 fólk vóru komin saman á bryggjuni í Hvalba í gjárkvøldið at taka ímóti nýggju trolarunum. Bretska námsvinnufelagið London Mining, sum kinverjar eiga, er til reiðar at gera íløgur fyri 12 milliardir krónur í eitt jarnmám í Isukasia við Godth aring bsfjørðin, eystan fyri Nuuk. Sermitsiaq skrivar, at felagið fer at senda ráevnismyndugleikunum endaliga umsókn fyri summarfrítíðina. Umsóknin fer síðani til hoyringar, áðrenn sjálvstýrismyndugleikarnar taka endaliga støðu. Sermitsiaq skrivar, at fær felagið loyvi at útvinna jarnmálm, kann grønlendski landskassin vænta at fáa eina eina milliard krónur í partafelagsskatti. At rigga námið til krevur nógvar hendur, og tað hevur týdning, nú arbeiðsloysið í Grønlandi er so stórt. Men í politiska landslagnum í Grønlandi eru ikki øll so fegin um ætlanina, tí tey ræðast beinharða politikkin hjá kinverjum, tá ið ræður um námvinnu. Kaj Kleist, kunningarleiðari í London Mining, sigur við Børsen, at tað eru einans kinverjar, sum hava eina tvísiffraða milliardaupphædd at seta í verkætlanina. Landsstýrið roynir nú at rætta eitt mistak, sum varð gjørt í 2010, tá umhvørvisgjald varð lagt á olju. AElig tlanin hjá løgtinginum var, at skip, sum bunkra tungolju í Føroyum, eisini skuldu sleppa undan gjaldinum, sum er 10 oyru fyri liturin. Hetta varð tó ikki gjørt, og tað ætlar landsstýrið nú at fáa løgtingið at broyta. Hetta fer at kosta landskassanum sjey milliónir um árið, men tey tíggju oyruni verða ikki strikað heilt, men flutt yvir á serligt avgjald á brenniolju, sum skip eisini sleppa undan. Við hesum fær landskassin fimm milliónir av teimum sjey aftur, sigur Fíggjarmálaráðið, sum hevur lagt málið fyri løgtingið. Og vinnan sparir tvær milliónir um árið. Nú stendur persónum, sum eru føddir í 1974 ella seinni, og sum ikki hava havt meslingar, ella eru koppsettir fyri meslingae, í boði at koppseta seg ókeypis. Meslingar eru ein virus, sum smittar sera illa. Harafturat standast ofta eftirsjúkur av meslingum. Sum dømi kunnu nevnast millumoyrnabruni og lungnabruni. Í serstøkum førum kunnu standast álvarsamar eftirsjúkur, sum eitt nú heilabruni. Tríggir dystir í Effo deildini vórðu spældir í dag, meðan hinir báðir vórðu avgreiddir í gjár. KÍ vann stórsigur á heimavølli ímóti FC Suðuroy. Úrslitið gjørdist 5 0 til KÍ, sum við hesum sigrinum vann triðja dystin á rað. Heðin Klakstein legði KÍ á odda, tá ið fimm minuttir vóru spældir. Fimm minuttir seinni økti Jógvan Isaksen til 2 0, og eitt korter fyri hálvleik skoraði Henry Heinesen til 3 0. KÍ fekk tvey mál afturat, áðrenn bríkslað bleiv til hálvleiks. Fyrst Álvur F. Christiansen til 4 0 og síðani skeyt Jógvan Isaksen sítt seinna mál 5 0. FC Suðuroy fekk minkað um munin stutt fyri dystarenda við máli frá Jón Krosslá Poulsen. Við Margáir vann EB Streymur 1 0 á NSÍ. Einasta málið í dystinum fekk Egil Á Bø, sum var hægstur eftir hornaspark, tá ið 20 minuttir vóru eftir at spæla. Við sigrinum á NSÍ, flytur EB Streymur upp á annaðplássið á stigatavluni saman við HB. Bæði liðini hava 15 stig. Í Gunddali var nógv at frøast um hjá heimaáskoðarunum. Tað varð væntað, at B36 skuldi fáa tað trupult ímóti Víkingi, men so varð ikki. Heimaliðið vann greitt 3 0. Lukasz Cieslewicz legði B36 á odda, tá ið 13 minuttir vóru spældir. Eitt korter fyri hálvleik økti Símun Joensen til 2 0, eftir at hann slapp at standa púra fríur inni í Víkinga brotsteiginum eftir hornaspark. Rasmus Sørensen avgjørdi dystin fyri B36, tá ið hann skoraði til 3 0 fimm minuttir fyri hálvleik. Tveir dystir vórðu spældir í gjár, har TB vann 3 1 á B68. Toftamenn løgdu seg á odda við máli frá Kristiani Antoni Andreassen, men tvær ferðir Igor Grkajac og einaferð Poul Ingason hjá TB syrgdu fyri, at heimaliðið vann dystin við trimum móti einum. Í Gundadali mátti HB leggja rygg til stórtap, tá ÍF kom á vitjan. Fuglfirðingar vunnu dystin 1 4. Clayton Nascimento skoraði fyrsta, triðja og fjórða málið fyri ÍF. Annað málið hjá teimum syrgdi Jan Ellingsgaard fyri. ÍF var sostatt á odda 4 0, áðrenn Hallur Hansson fekk pyntað um úrslitið tíggju minuttir fyri leiklok. Støðan í Effo deildini. Hetta framgongur í svari hjá Bjørn Kalsø, landsstýrismanni í skúlamálum, til Sirið Stenberg, løgtingskvinnu, sum hevur spurt um skúlatilboð til næmingar við serligum tørvi. Annars hevur landsstýrismaðurin ikki so nógv ítøkiligt at vísa á í svarinum, annað enn at samgongan arbeiðir við málinum. Hann sigur, at royndirnar frá skúlatilboðnum á Rásini verða grundarlag undir fyrireikingunum at skipa onnur samsvarandi undirvísingartilboð fyri ung við menningartarni. Millum annað arbeiðir Mentamálaráðið við serliga tilrættaløgdum miðnámsútbúgvingum til ung við serligum tørvi aftan á fólkaskúlan. Sernám metir, at yvir 30 næmingar hava brúk fyri serligum miðnámskúlatilboði eftir 9. ella 10.flokk. Á Rásini er pláss fyri sjey. Bjørn Kalsø sigur, at arbeitt verður í løtuni við at skipa førleikastovur í stóru og miðalstóru skúlunum, har sernámsfrøðiligu tilboðini og fakøkini verða samskipað. 1. juni hækkar minstalønin hjá fiskimonnum 133 krónur um dagin. Hon fer úr 700 krónum upp í 833 krónur Og mánaðarligi minstiforvinningurin til útróðrarmenn hækkar 1200 krónur, upp í 13.200 krónur . Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur broytt kunngerðina um inntøkutrygd og forskotskipan eftir áheitan fra stýrinum í Trygdargrunni fiskivinnunnar. Stýrið heldur, at grunnurin tolir, at útgjøldini hækka, men fyri at binda um heilan fingur er hækkingin í fyrsta umfari galdandi í eitt ár, til 1. juni næsta ár. Treytin fyri at fáa minstaforvinning er eisini broytt. Sambært kunngerðini skal báturin hava avreitt í minsta lagi fyri í miðal krónur 200.000 fyri hvønn tilmeldaðan persón seinastu seks mánaðirnar frammanundan. Hetta verður lækkað niður í 150.000 krónur 1. juni. Stýrið í Trygdargrunninum heitti á Fiskimálaráðið um at broyta kunngerðina og hækka útgjaldið. Og tað hevur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum nú gjørt. Bestu svimjararnir í Føroyum skulu finnast hetta vikuskiftið, nú svimjihøllin í Gundadali er karmur um føroyameistarakappingina í svimjing. 14 kappingar vóru avgreiddar hendan fyrsta dagin av trimum, og úrtøkan hjá okkara frægastu svimjarum higartil er fýra føroysk met. Mest óvæntaða úrslitið var kanska í kappingini 200 metrar blandað hjá kvinnum. Undan kappingini var Turið S. Christiansen mett at vinna, men Poula Ø. Mohr vann kappingina sannførandi við tíðini 2.20.58. Tíðin hjá Poulu er nýtt føroyskt met og nóg mikið til, at hon eisini ognaði sær eina gullnál. Metið átti Elspa Mørkøre, og besta tíðin hjá Poulu á hesum teininum undan dagsins kapping var 2.24.76. Turið S. Christiansen kom næst á mál við tíðini 2.24.69. Kristina Elin Thomsen úr Susvim sett eisini føroyskt met, og tað var í kappingini 50 metrar firvald, meðan kvinnustafettin hjá AElig gi og mansstafettin hjá Havnar Svimjifelag settu met í ávíkavist 4 x 100 metrum frí og 4 x 100 metrum blandað. Føroyameistarakappingin í svimjing heldur fram leygardagin og sunnudagin, og sjónvarpið sendir beinleiðis báðar dagarnar. Byrjað verður klokkan 17. Í hesi sendingini fari eg at spæla tónleik, sum verður framførdur á Montreux Jazz Festival í ár. Hesin festivalurin verður hildin í býnum Montreux í Schweitz við Geneve vatnið. Tað verður í døgunum 29.juni til 14 juli. Løgini, ið spæld verða í sendingini eru hesi. Sendingin verður send fríggjadagin og leygardagin. Høvuðssíðuna hjá sendingini finnur tú her. Fólkatalið í Føroyum minkar framvegis. Tann 1.mars í ár vóru 245 færri fólk í Føroyum enn 1.mars í fjør. Orsøkin er, at nógv fleiri flyta av landinum enn til landið, tí burðaravlopið er positivt. Frá 1.mars í fjør til 1.mars í ár vórðu fødd 576 børn, og 358 fólk doyðu. Burðaravlopið er tí 218 fólk. Men samstundis fluttu 463 fleiri fólk úr Føroyum enn til Føroya, upplýsir Hagstovan. Hagstovan sigur, at heldur gongdin fram alt árið, verður talan um størstu minking í fólkatalinum seinastu 16 árini. Hagstovan vísir á, at størsti fólkavøksturin er í Vága kommunu, 38 fólk. Har gera bæði burðaravlop og tilflyting mun. Men í Sørvági minkaði fólkatalið. Har vóru 21 fólk færri. Í øllum økjum minkaði fólkatalið uttan í Vágum. Størsta minkingin er í Eysturoynni, 115 fólk. Nú verður møguleikin umrøddur at umbyggja kommunuskúlan í Havn til íbúðir. Tað váttar Heðin Mortensen, borgarstjóri, fyri Sosialinum. Hann sigur, at niðurstøðan er mestsum tann, at bygningurin verður ikki skúli aftur, tí ætlanin er í staðin at byggja ein nýggjan, stóran skúla í vesturbýnum. Borgarstjórin metir, at íbúðir til eini 30 40 húski kunnu verða í kommunuskúlanum. Heðin Mortensen sigur, at fleiri hava vent sær til býráðið við ætlanum um at umbyggja kommunuskúlan til íbúðir, annaðhvørt at keypa skúlan frá kommununi ella at samstarva við hana um ætlanina. Heðin Mortensen sigur, at møguleikar eru eisini at nýta skúlan til mentanarlig ella umsitingarlig endamál. Grønland vil hava eina sterkari støðu í ES og hevur biðið ES nevndarformannin um samráðingar um avtalur, sum eisini fevna um eitt nú umhvørvis og ráevnismál. Í vikuni hitti Kuupik Kleist, landsstyrisformaður, Jos eacute Manuel Barroso, ES nevndarformann í Brússel, og tað var á hesum fundinum, at spurningurin varð reistur. Í løtuni eru samráðingar millum ES og Grønland um fiskirættindi í grønlendskum sjógvi. Men grønlendingar vilja eisini hava onnur mál á breddan. Kuupik Kleist sigur við grønlendska útvarpið, at eydnast tað at víðka samsstarvið til eisini at fata um umhvørvis og ráevnismál, fær Grønland eina sterkari samráðingarstøðu í framtíðini. ES hevur longu víst áhuga fyri samvinnu í ráevnismálum. Landsstýrisformaðurin væntar, at um einar tveir mánaðir verður greitt, um eitt størri samstarv kann fáast í lag við ES. Tórshavnar kommuna hóttir nú við at fara í rættin við Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Orsøkin er krøvini, sum Starvsstovan setir kommununi um sølu á sølutorginum í Vágsbotni. Heilsufrøðiliga Starvsstovan góðkendi sølutorgið í 2008 eftir eina umfatandi umbygging, har millum annað tak varð lagt yvir søluøkið. Nú er ósemja um, hvør skal ábyrgjast, um sølan á torginum ikki er sambært góðkenningini. Heilsufrøðiliga Starvsstovan vil hava, at kommunan útnevnir ein persón, sum hevur ábyrgdina av, at sølan á torginum fer lógliga fram. Starvsstovan vilhava kommununa sum loyvishavara at tryggja, at eitt nú einans loyvdar vørur verða seldar, at vørurnar verða goymdar við røttum hita, og at innpakkaðar vørur frá løggildum virkjum skulu vera merktar. Hetta vil Tórshavnar Kommuna ikki góðtaka, tí tað ikki er kommunan, ið er seljari. Í tíðindaskrivi í dag sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, at tað er púra burturvið at bólka kommununa sum eitt sølulið ella eitt virki, tí kommunan hevur bert útvegað eitt øki við teirri útgerð, ið krevst, til tey, sum koma á torgið at selja matvørur. Kommunan vísir á, at tað altíð er framleiðarin, ið hevur ábyrgdina av sínum virksemi, sama um hann rekur sítt virki í egnum, leigaðum ella læntum hølum ella fasilitetum. Tí umhugsar Tórshavnar Kommuna nú at fara í rættin við kravinum hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni um at steingja sølutorgið. Um avvarðandi landsstýrismaður ikki fær hetta málið loyst, hevur kommunan einki annað val enn at kæra hóttanina frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni um at stongja sølutorgið, ella at royna málið í rættinum, skrivar Heðin Mortensen. Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum. Tunnil skal gerast til Viðareiðis. Tað hevur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, gjørt av, og hann fer at leggja uppskot um verklagslóg fyri tingið í ólavsøkutingsetuni. Við hesi loysnini verður tunnil gjørdur millum Hvannasund og Middal, og vegur haðani til Viðareiðis. Landsstýrismaðurin í innlendismálum sigur, at fram við verandi vegi til Viðareiðis er nógva staðni brattlendi, og trupulleikar eru av grót og skriðulopi. Á nýggju farleiðini verður hesin vandin burtur, og av tí at nýggi vegurin ikki liggur í brattlendi, verður hon eisini tryggari. Fiskimálaráðið og festarin í Koltri eru vorðin samd um endurgjaldið, sum festarin skal hava fyri íløgur, festarin gjørdi í Koltri. Endurgjaldið er 700.000 krónur Búnaðarstovan hevur ikki pengarnar, men fær teir úr Koltri. Endurgjaldið er við í eykajáttanarlógini, sum kom í tingið í gjár. Síðani 2006 hevur Koltursætlanin fingið 200.000 krónur um árið úr landskassanum. Sambært sáttmála millum Búnaðarstovuna og smápartafelagið Koltur skulu pengar, sum ikki eru brúktir, latast landskassanum aftur. Talan er um júst 700.000 krónur, sum so fara til endurgjaldið til seinasta festaran í Koltri. Í 2009 varð avgjørt ikki at festa Koltur út aftur. Oyggin verður gjørd til tjóðgarð. A. P. Møller grunnurin gav Koltursgrunninum fimm milliónir krónur til at seta býlingin Heimi í Húsi í stand. Fiskimálaráðið sigur, at stuðulin úr landskassanum í framtíðini fer beinleiðis til Koltursgrunnin í staðin fyri til smápartafelagið Koltur. Brúkaraumboðið verður eisini við, nú ómaksgjøldini og renturnar hjá peningastovunum skulu kannast. Og Brúkaraumboðið skal bera ein fjorðing av útreiðslunum til kanningina, sigur Vinnumálaráðið, sum hevur biðið um 100.000 krónur í eykajáttan til Kappingareftirlitið. Brúkaraumboðið skal hava tann partin, sum eitur brúkaravernd og upplýsing til teirra, sum brúka peningastovnarnar. Kanningin er mett at kosta eina millión, so kostnaðurin hjá Brúkaraumboðnum verður 250.000 krónur Sambært Vinnumálaráðnum vil Kappingareftirlitið sleppa at kanna kostnaðarstigið hjá peningastovnunum fyri at meta um høgu ómaksgjøldini og høga rentustigið í Føroyum kunnu grundgevast við serliga høgum kostnaðarstigi í Føroyum, ella um orsøkin er vantandi kapping. Í kanningini verður viðgjørt, hvussu raksturin hjá føroysku peningastovnunum er samanborin við sambæriligar danskar peningastovnar, og ítøkiliga greinað, hvat einstøku tænasturnar í veruleikanum kosta føroysku peningastovnunum. Ein útlendskur serfrøðingur verður settur í hálvt starv at gera greiningina. Arbeiðið byrjar í ár og skal vera liðugt næsta ár. Vindorkan skal ikki bjóðast út í framtíðini, tí nú hevur tað skund at fáa meiri vindorku í Føroyum. Tí vil landsstýrismaðurin í vinnumálum sleppa undan at noyðast at bjóða vindorkuna út hvørja ferð. Hann sigur, at treytin um útboð kann seinka skilagóðum loysnum. Sleppast kann undan hesum, um kravið um, at vindorka skal bjóðast út, verður strikað, sigur Johan Dahl. Í staðin fyri skal landsstýrismannin sleppa at avgera, um vindorkan skal bjóðast út. Hetta fer at geva myndugleikanum betri møguleikar at taka avgerðir, sum kunnu skunda undir útbyggingar av vindorku, heldur landsstýrismaðurin. Sagt verður, at uppskotið kann hava við sær jaligar fíggjarligar avleiðingar fyri vinnuna, sum fær øktar møguleikar fyri at arbeiða við vindorku. Lógaruppskotið, sum kom í tingið í gjár, hevur ikki verið til hoyringar. Ferðslan um Vága Floghavn er vaksin í ár. Talið av ferðafólkum, sum fór um Vága Floghavn frá 1. januar til 1. mei í ár, er hækkað við sjey prosent samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Fyrstu fýra mánaðirnar komu og fóru 56.164 fólk um flogvøllin. Somu tíð í fjør komu og fóru 52.500. Í januar var vøksturin góð átta prosent, og í februar var vøksturin 4,8 prosent. Í mars vaks ferðafólkatalið nærum 19 prosent. Í apríl ferðaðust 1,2 prosent færri um Vága Floghavn enn í apríl í fjør. Hetta kemst helst av, at ein partur av páskaferðsluni var í mars. Í fjør var meginparturin av páskaferðsluni í apríl, sigur Vága Floghavn. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskot fyri tingið, sum hevur til endamáls at gera skattareglurnar greiðari hjá føroyingum, ið arbeiða uttanlands. Siðvenjan, sum hevur verið, at virðið av fríari ferð millum bústað í Føroyum og arbeiðsstað uttanlands, ikki skal skattast, verður nú lógarfest. Samdøgursfrádrátturin verður tikin av, men samstundis verður serligi grein 25 b frádrátturin hækkaður. Hetta verður galdandi fyri persónar, ið sigla og arbeiða á landi uttanlands. Undantiknir eru persónar, sum sigla við norðurlendskum fiskiskipum. Hækkar upp í 150.000 krónur Serligi grein 25 b frádrátturin, sum í løtuni er í mesta lagi 92.000 krónur, hækkar upp í 150.000 krónur í mesta lagi. Frádrátturin fer nú eisini at fevna um persónar, ið arbeiða á landi, men samstundis missa teir samdøgursfrádráttin. Føroyingar, sum arbeiða í Noregi, gjalda til norsku Fólkatrygdina. Eftir galdandi skattareglum verður hetta gjaldið ikki roknað sum skattur, og avleiðingin er tí í summum førum dupultskattur. Nú verða reglurnar broyttar soleiðis, at norska Fólkatrygdin verður viðgjørd sum skattur. Fíggjarmálaráðið sigur, at broytingarnar hava við sær, at onkrir borgarar fara at gjalda nakað meiri í skatti, meðan aðrir fara at gjalda minni. Men reglurnar verða greiðari hjá borgarunum, og umsitingin hjá TAKS verður lættari, sigur Fíggjarmálaráðið. Kanningarnar eftir ógvisligu hendingarnar í Suðuroynni sunnunáttina eru um at vera lidnar. Mánakvøldið komu fýra serfrøðingar úr Danmark í Suðuroynna at kanna skaðarnar í gistingarhúsinum í Øravík. Teir fóru av stað aftur í gjár. Talan er um tríggjar brunaserfrøðingar og ein vápnaserfrøðing. Flestu avhoyringarnar í málinum eru eisini gjørdar, sigur Jaspur Vang, økisleiðari hjá politinum í Suðuroynni. Sleipibáturin Thor Goliath, hjá reiðarínum Thor í Hósvík, var ávegis til Íslands við flakanum. Byggifyritøkan Articon hevði leigað flakan, í samband við dýpingararbeiði, ið byggifyritøkan hevur gjørt í Føroyum. Gjáramorgunin, stutt eftir at sleipibáturin var farin úr Føroyum við flakanum, fór flakin runt, upplýsir Tórshavnar Havn. Flakin er nú komin á Havnina, har hann júst nú liggur við botninum uppeftir. Nú verður roynt at fáa flakan á rættkjøl aftur, við einum stórum krana hjá Skipafelagnum, sleipibátinum Thor Goliath og einum sleipibáti hjá Mest í Havn. Politistøðin í Havn hevur ikki fingið nakra fráboðan um fólkaskaða. Borgarstjórin í Reykjavík, Jón Gnarr, er boðin á ólavsøku í ár. Heðin Mortensen, borgarstjóri, hevur boðið borgarstjóarnum í Reykjavík til Føroya, og hann kemur 25.juli og steðgar til 30.juli. Jón Gnarr hevur ikki verið í Føroyum fyrr. Við honum koma kona hansara, Jóhanna Jóhannsdóttir, og tvey embætisfólk hjá býráðnum í Reykjavík. Ein sendinevnd úr Tórshavnar kommunu er í hesum døgum á vitjan í Reykjavík. Hetta er triðja ferðin, at Heðin Mortensen og Jón Gnarr hittast. Ákæra verður ikki reist móti Tórshavnar kommunu í málinum um eldsbrunan í Ravnsoyargøtu 3 í 2006, har tríggir smádreingir doyðu av roykeitran. Tað staðfestir fútin í skrivi til Brunaumsjón Landsins. 2. juni í 2009 meldaði Brunaumsjónin Tórshavnar kommunu til fútan fyri at hava svikið sína eftirlitsskyldu sambært kunngerðini um brunaverju og brunatrygd í sambandi við, at byggiloyvi varð latið til sethúsini í Ravnsoyargøtu 3. Í fráboðanini skrivar Brunaumsjónin, at Tórshavnar kommuna als ikki hevur viðgjørt byggimálið í Ravnsoyargøtu 3 í brunatrygdarligum sambandi. Víðari verður sagt í fráboðanini, at av hesum stóðst, at trý børn lótu lív í einum kamari Tann beinleiðis orsøkin til deyðsvannlukkuna var, at bjargingaropið, sum kamarið skuldi havt, ikki var har. Brunaumsjómnin heitir tí á fútan um at taka málið upp til rættarsókn. Trý ár at svara Nú trý ár seinni hevur Brunaumsjón Landsins fingið svar frá fútanum. Í svarinum dagfest 2. mai verður staðfest, at fútin fer ikki undir at gera kanningar í málinum. Treytin fyri, at løgreglan kann gera slíkar kanningar, er nevniliga, at rímilig sannlíkindi eru fyri, at okkurt revsivert er farið fram Men sambært lógini kann Tórshavnar kommuna ikki revsast í málinum, tá tað er byggiharrin, sum hevur ábyrgdina av, at reglugerðin um brunavernd og brunatrygd verður fylgd. Tí metir fútin ikki, at grundarlag er fyri at kanna málið víðari. Fólkaatkvøðan fyri einari viku síðani er eitt skot fyri bógvin hjá fólkaskúlanum. Útlitini fyri broyttum skúlabygnaði eru nú ikki góð. Tí hvussu fer at gangast at fáa undirtøku fyri at skipa færri skúlaøki í 30 kommunum, spyr Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum. Hann sigur, at tepra játtanin til fólkaskúlan førdu í undanfarna valskeiði til nakrar royndir at broyta skúlabygnaðin. Men tær royndirnar bóru ikki á mál. Partvís tí løgtingið vildi ikki geva landsstýrismanninum í mentamálum nóg stórar heimildir mótvegis kommunum og borgarum, sum ráða og hava ábyrgd av skúlabygnaðinum í sínum øki. Ein fortreyt fyri broyttum skúlabygnaði varð tí mett at vera ætlanin at skipa landið í sjey kommunur, sum fingu fólkaskúlan at umsita. Kommunurnar høvdu tá sjálvar fingið ágóðan av at lagt smærri flokkar í økinum saman. Herálvur Jacobsen sigur, at hetta til 2018 skal játtanin til fólkaskúlan ætlandi minka 6 milliónir krónur Hetta sýnist ikki av nógvum, men tá ið fólkaskúlin frammanundan er spardur niður á tað lógarkravda, so eru útlitini døpur, heldur formaðurin í Lærarafelagnum. Sjey lógaruppskot hjá landsstýrinum verða løgd fram á tingfundinum seinnapartin í dag. Fiskimálaráðið er liðugt við lógina, sum skal stýra makrelfiskiskapinum í ár. Fíggjarmálaráðið hevur eina eykajáttanarlóg, sum sambært landsstýrismanninum í fíggjarmálum er útreiðslunoytral. Í eykajáttanarlógini eru millum annað 700.000 krónur til miðnámsskúlarnar, sum hava fleiri næmingar í ár enn í fjør. Fíggjarmálaráðið hevur eisini eitt uppskot um skattin hjá føroyskum sjómonnum, sum sigla við útlendskum skipum. Og serliga avgjaldið, 10 oyru fyri liturin, á tungolju til skip skal strikast. Tað datt niður ímillum, tá serliga avgjaldið á brenniolju kom og skip vórðu undantikin. Uppskotini, sum verða løgd fram í dag, verða viðgjørd á tingfundi mánadagin. Fólk, sum eiga pengar, fáa ikki forsorgarhjálp frá Almannastovuni, hóast tey eru arbeiðsleys. Tað hevur Kærunevndin í almanna og heilsumálum staðfest. Ein maður, sum eigur góðar 110.000 krónur á bók, søkti Almannastovuna um uppihaldshjálp. Men Almannastovan segði nei. Maðurin kærdi avgerðina hjá Almannastovuni til Kærunevndina í almanna og heilsumálum. Nevndin staðfesti avgerðina. Almannastovan og Kærunevndin siga, at maðurin eigur tøkan pening á egnari kontu í bankanum og á kontu, sum hann eigur saman við einum systkini, pengar, sum hann kann brúka til at forsyrgja sær. Hjálpti einki Tað hjálpti einki, at maðurin segði, at kontan, sum hann eigur sjálvur annar, var ætlað til at skifta vindeyguni í húsunum. Á kontuni stóðu góðar 80.000 krónur, tá maðurin bað um uppihaldshjálp. Rentustuðilin fór á hesu kontuna. Men Almannastovan og Kærunevndin siga, at rentustuðul verður mettur sum onnur inntøka og sum tøk inniogn. Forsorgarlógin sigur, at fólk, sum eiga pengar, eiga at brúka teir fyrst, áðrenn tey fáa pengar frá Almannastovuni. 205 føroyingar fingu staðfest krabbamein í fjør. Hetta er nakað minni enn árini frammanundan, tá talið var ávikavist 235 og 237. Miðaltalið fyri seinastu 7 árini er 223 tilburðir. Tað vísa hagtøl, Krabbameinsfelagið upplýsir. Hjá nærum fimta hvørjum føroyingi, sum fær staðfest krabbamein, er talan um húðkrabba. Tilburðirnir av húðkrabba eru vanliga fleiri enn 40, men í fjør var talið niðri á 22. Samstundis er talið á skrásettum tilburðum av móðurmerkjakrabba fallið munandi, úr 16 í 2005 niður í 6 7 tilburðir seinastu árini. Hetta kann vera ein ábending um, at krabbamein, sum stendst av ov nógvari ultraviolettari stráling frá sól ella solarium, kvinka rætta vegin, sigur Krabbameinsfelagið. Munandi fleiri mans hava fingið diagnosuna prostatakrabba seinastu árini. 19 tilburðir vórðu skrásettir í 2005, í fjør var talið tvífalda, tá 44 tilburðir vórðu staðfestir. Bróstkrabbi, sum millum kvinnur er vanligasta krabbaslagið, tykist verða rættiliga støðugt. Hesi seinastu sjey árini eru árliga millum 20 og 26 tilburðir staðfestir. Lungnakrabbi telist eisini millum vanligastu sløgini av krabbameini. Árliga fáa um 15 føroyingar staðfest lungnakrabba, og er hetta talið rættiliga støðugt. Tá talan er um undirlívskrabba, eru tølini rættiliga ójøvn. Í 2008 vórðu einans 7 tilburðir skrásettir, árið eftir vórðu heili 29. Tølini fyri undirlívskrabba eru einans skrásett seinastu fimm árini. Leisturin fyri makrelbýtið er lagdur, og tey 134.000 tonsini eru býtt millum skipabólkarnar. Politiski boðskapurin hjá landsstýrinum hevur verið, at øll skulu hava part í makrelinum hesaferð. Og landsstýrið er farið so langt, at Fiskimálaráðið hevur gjørt ein heilt nýggjan skipabólk, sum eisini skal hava rætt til sín part av makrelinum í summar. Talan er um skipabólkin, ið hevur fingið heitið verksmiðjuskip . Hesin bólkur er umrøddur í uppskotinum til kunngerð um skipan av fiskiskapinum eftir makreli við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2012 . Í grein 3, stykki 5 í kunngerðini er bólkurin lýstur sum trolarar, ið hava veiðiloyvi til fiskiskap í altjóða sjógvi, og trolarar, hvørs fiskirættindi eru avmarkað til fiskiskap í altjóða sjógvi. Hesin bólkur, skip, hvørs fiskirættindi eru avmarkað til fiskiskap í altjóða sjógvi , skal sambært kunngerðini hava rætt til at fiska 6.000 tons av føroysku makrelkvotuni. Sambært Fiskimálaráðnum er talan um gomlu, fyrrverandi skipini hjá Thor Athena og Poseidon sum framvegis hava síni loyvi. Rógvi Reinert, aðalstjóri í Fiskimálaráðnum, vísir á, at spurningurin um bólkin verksmiðjuskip er viðgjørdur í politiska fylgibólkinum, sonevnda makrelbólkinum. Og tvinnar orsøkir eru til, at skipabólkarnir eru soleiðis, sigur hann Kappingaratlitið, ið skal forða fyri olympiskum fiskiskapi. Og at spjaða virkisøkið millum so nógvar skipabólkar sum tilber. Tilsamans átta skipabólkar sleppa at fiska tilsamans 122.000 tons av makreli. Eftir eru so 12.000 tons til Havstovuna, til vinnuligar makrelroyndir og til landsstýrismannin at ráða yvir. Sambært uppskotinum til kunngerð er freistin at søkja um loyvið at fiska makrel í summar sett til 1. juni. Sambært Rógva Reinert, aðalstjóra, fer tað at taka Fiskimálaráðnum tvær vikur at avgreiða allar makrelumsóknirnar. Tað hevur við sær, at komið er út í hálvan juni, áðrenn skipini vita, um tey sleppa at fiska makrel og hvussu nógv tey fáa. Í uppskotinum um eykajáttanarlóg, sum verður lagt fram í morgin, verður biðið um 100.000 krónur í eykajáttan til eina kanning, sum skal byrja í ár og verða liðug næsta ár. Kanningin er mett at kosta eina millión krónur. Kappingareftirlitið skal gera kanningina við uttanhýsis hjálp. Endamálið við kanningini er at fáa staðfest, um kostnaðarstigið í Føroyum er so høgt, at peningastovnarnir noyðast at hava tey ómaksgjøld og tær rentur, sum teir hava, ella um vantandi kapping er orsøkin. Kappingareftirlitið hevur samanborið peningastovnar í Føroyum og í Danmark, og munurin á ómaksgjøldum og rentum er stórur. Kappingareftirlitið megnar ikki einsamalt at kanna kappingina millum bankarnar í Føroyum og hevur tí biðið um eykajáttan. Nógvar atfinningar hava verið at peningastovnunum fyri høgar útlánsrentur, dýr ómaksgjøld og kostnaðin í sambandi við realkredittlán. Peningastovnarnir halda uppá, at teir fáa ikki gjørt tað bíligari. Á leiðslufundi í Miðflokkinum er gjørt av, at miðflokkurin verður í samgonguni, og Jenis av Rana, formaður floksins, fer ongan veg. Jenis av Rana hevur fleiri ferðir sagt, at hann ikki hevur hjarta at halda fram í samgonguni, um uppskotið at skerja ALS varð samtykt. Hann kundi heldur ikki góðtaka, at tað stendur í játtanarkarmunum, at samgongan ætlar at hækka pensjónsaldurin næsta ár, og at játtanin til útbúgving verður skerd. Men løgtingið hevur samtykt at skerja ALS, og somuleiðis samtykt, at játtanarkarmarnir verða óbroyttir. Jenis av Rana sigur í viðmerking, at hann fer ikki úr samgonguni, tí hansara hóttan hevur munað eitt sindur, og samgongan hevur snarað meira í sosiala borðið. Magnus Heinason hevur í døgunum 26. apríl til 2. mai kannað æti á landgrunninum. Kanningarnar vísa, at gróðurin er um at taka seg upp í Vágahavinum. Aðrastaðni í sjónum var eingin serligur gróður. Tað var eisini vestanfyri, har mest var av plantuæti, at djóraætið gýtti mest. Sum heild var lítið av smáum djóraæti frá í vár á landgrunninum, so henda nøring er helst nýliga byrjað, skrivar Havstovan á heimasíðuni. Løgtingið er kallað saman seinnapartin hósdagin, tá framløga er á skránni. Sjey mál verða løgd fram, teirra millum uppskot til løgtingslóg um gjøld í sambandi við fiskiskap eftir makreli í 2012. Ein eykajáttanarlóg fyri mai verður løgd fram, somuleiðis verður Elveitingarlógin løgd fram. Tingfundurin byrjar klokkan 13 30. Sjálvt um Páll Isholm longu fer úr starvinum, hevur hann ikki stórvegis viðmerkingar til málið. Hann sigur, at hann hevur sagt upp, og at tað er gjørt í sátt og semju. Páll Isholm hevur einki annað starv at fara í, nú hann gevst á Fróðskaparsetrinum. Nýggjur fyrisitingarstjóri á Fróðskaparsetri Føroya verður Jørgen Meitelberg. Hann hevur verið fulltrúi í Mentamálaráðnum síðani í 2007, við Fróðskaparsetrinum sum málsøki. Nú løgtingið er farið í summarfrí verða formenninir fyri allar flokkar við í seinasta kjakinum í Degi og Viku fyri summarsteðgin. Eitt av evnunum er pensjónsaldurin, um hann skal hækka ella ikki, og nær hann skal hækka. Kjakið í kvøld verður eitt sindur drúgvari enn vant tað verður trý korter. Og floksformenninir verða í sínum kenda umhvørvi, tí kjakið verður sent úr løgtinginum. Beinta Løwe Jacobsen og Bogi Godtfred eru vertir. Higartil í ár eru útgoldnar 59 milliónir krónur meira í lønum, samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Tað svarar til ein vøkstur á 2,7 , sambært uppgerð hjá Hagstovuni. Meira verður goldið innan privata sektorin. Í fiski og alivinnuni eru 30 milliónir krónur meira útgoldið í lønum fyrstu fýra mánaðirnar. Í fiskivinnuni er framgongdin serliga í fiskavøruídnaðinum. Í privatu tænastuvinnunum eru 41 milliónir krónur meira útgoldnar fyrstu fýra mánaðirnar í mun til í fjør. Sama tíðarskeið hevur byggivinnan goldið á leið tað sama, meðan almennar tænastur hava goldið 11 milliónir krónur minni. Seint í summar verður arbeiðið at projektera byggingina í Norðoyggjum og í Eysturoynni boðið út. Har fáa millum 25 og 32 fólk vardan bústað. Bústaðirnir í Norðoyggjum og Eysturoynni skulu vera lidnir um stívliga hálvtannað ár. Bygginevndin viðger í løtuni byggiskránna, sum landsstýriskvinnan fær í juni. Bygd verða sambýli til tann tyngsta bólkin í skipanini. Hetta upplýsir Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, í svari til Kristinu Háfoss, løgtingskvinnu. Landsstýriskvinnan væntar, at tey, sum longu eru í skipanini, fyrst fáa tilboð um at flyta í nýggju bústaðirnar. Annika Olsen upplýsir, at í 2014 verður farið undir at byggja vardar bústaðir til átta fólk, í 2015 til 16 fólk og í 2022 aftur til 16 fólk. Vardir bústaðir eru bústaðir til fólk, sum ikki kunnu búgva í sjálvstøðugum bústøðum, men hava brúk fyri sosialpedagogiskum stuðli, felags virksemi og felagsskapi út yvir vanligt grannalag. AElig tlanin er eisini, nú Húsalánsgrunnurin hevur fingið heimild at útvega og reka bústaðir, at gera avtalu við Húsalánsgrunnin um at útvega vardar bústaðir, skipaðir sum búfelagsskapir. Og nakrar kommunur hava ætlanir um at byggja íbúðir, bæði lutaíbúðir og leiguíbúðir. Við sjálvur at skera uppskotið til, so samgongan kundi svølgja tað, fekk Framsókn fulla undirtøku í løgtinginum fyri at yvirtaka loftrúmið yvir Føroyum. Meirilutin í Uttanlandsnevndini, umboðini hjá samgonguni, mæltu annars frá at samtykkja uppskotið, tí løgmaður arbeiðir við málinum. Men so gjørdi maðurin hjá Framsókn í Uttanlandsnevndini, Poul Michelsen, eitt broytingaruppskot, sum varð samtykt í tinginum. Upprunaliga vildi Framsókn hava tingið at heita á landsstýrið um at samráðast við ríkisstjórnina um yvirtøku av loftrúminum yvir Føroyum, og koma við lógaruppskoti um at skipa føroyskt eftirlit við loftrúminum. Men Framsókn broytti uppskotið, so tingið nú heitir á landsstýrið um at útgreina og kanna møguleikarnar fyri at yvirtaka loftrúmið yvir Føroyum til føroyska umsiting og síðani samráðast við ríkisstjórnina um yvirtøku. Landsstýrið skal eisini gera lógaruppskot um at skipa føroyskt eftirlit við loftrúminum. Ein uppgerð hjá TAKS vísir, at í alt 6707 sjálvuppgávur eru lætnar inn umvegis e Skatt. Tað er meir enn 2000 fleiri enn í fjør. Tað hugaligt at staðfesta, at fleiri og fleiri taka e skattaskipanina til sín. Á TAKS royna vit áhaldandi at leggja nógv fyri at hjálpa fólki at brúka e Skatt. Tað vísir seg bæði at vera skjótari og lættari at avgreiða síni viðurskifti á netinum, og tí royna vit at eggja fólki at brúka e Skatt, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS í skrivi. Tað er ikki bara í Føroyum, at borgarar hava tikið elektronisku e skattaskipanina til sín. Í Svøríki hevur skipanin veruliga vundið upp á seg. Yvir 3 milliónir sviar brúktu skipanina, nú sjálvuppgávan skuldi latast inn í farnu viku. At avgreiða síni viðurskifti á netinum er framtíðin. Tað vísir seg, at færri mistøk verða gjørd og tað krevur minni fyrisiting, tá fólk brúka e Skatt. Hjá okkum hava afturmeldingar frá fólki verið góðar. Hóast vit kunnu staðfesta ein framgongd, so er okkara greiða mál at fáa enn fleiri borgarar at avgreiða síni viðurskifti umvegis netið, sigur Eyðun Mørkøre. Í ár fingu í alt 5603 føroyingar sjálvuppgávu, meðan 8703 fingu Kapitalvinningssjálvuppgávu. Klokkan fýra í nátt fær alamsentralurin fráboðan um, at ein maður ger um seg í Suðuroy við byrsu. Hann byrjar í Hvalba, har hann millum annað hevur brotið eina úthurð. Síðani koyrir hann runt á oynni við byrsuni hjá sær. Hann letur okkurt skot av í Vági. Ein løgreglubilur fær samband við mannin í bilinum í Hovi. Løgreglubilurin fylgir aftaná til Øravíkar, har maðurin steðgar við matstovuna, har hann letur fleiri skot av gjøgnum eitt vindeygu. Eldur kemur í matstovuna. Maðurin fer síðani í bilin aftur við kós móti Tvøroyri. Maðurin koyrir gjøgnum eina veggirðing, sum løgreglan hevur sett við vegin norðanfyri Øravík. Skaði kemur á bæði politibil og bilin, sum maðurin koyrir í. Hann koyrir víðari til Tvøroyri oman á havnarlagið, har tað eydnaðist løgregluni at handtaka mannin. Eingin mannskaða hendi. Talan er um eitt álvarsmál, sum spældi væl av, sigur Jaspur Vang, økispolitileiðari í Suðuroy, sum ikki vil siga nakað um, hví maðurin gjørdi, sum hann gjørdi. Maðurin skal seinni í dag í grundlógarhoyr. Helgi Dam Ziska misti á stokkinum í sterku talvkappingini Copenhagen Chess Challenge. Kravið at tryggja sær ein sonevndan stórmeistaranorm var, at Helgi megnaði í minsta lagi javnleik við svarta fólkinum í seinasta umfari í dag móti svenska stórmeistaranum Hans Tikkanen, men tað eydnaðist ikki. Fyri løtu síðani noyddist Helgi fyri fyrstu ferð í allari kappingini at leggja kongin. Talvið í dag var drúgvt og vardi í alt góðar seks tímar. Helgi endaði kortini á fyrsta plássi í kappingini saman við øðrum, ið eisini fingu 6 frac12 stig eftir átta umfør. Við í kappingini vóru í alt 66 telvarar av teimum seks stórmeistarar. Helgi hevur vunnið á trimum stórmeistarum í hesari kappingini, og ger ivaleyst eitt lop fram á altjóða styrkilistanum, men stórmeistaranormin rakk hann ikki hesaferð. Talvsamband Føroya hevur annars júst sett landsliðið, ið skal umboða Føroya á talvolympiaduni, sum verður í Istanbul í Turkalandi seinni í ár. Við verða Helgi Dam Ziska, John Arni Nilssen, John Rødg aring rd, Jóan Hendrik Andreasen og Rógvi Egilstoft Nielsen. Á liðnum eru tríggir, ið hava heitið sum altjóða meistari Helgi Dam Ziska, John Arni Nilssen og John Rødg aring rd og tað verður fyrsta ferðin, at Føroyar hava tríggjar altjóða meistarar á sínum liði á einari talvolympiadu. Olympiadan verður um mánaðarskiftið august september. Spenningurin er Fraklandi í dag. Franskmenn skulu velja forseta. Valið stendur millum sitandi konservativa forsetan, Nicolas Sarkozy, og sosialistiska kappingarneytan, Francois Hollande. Allar meiningakanningar siga, at Hollande fer at vinna við millum fýra og átta prosentstigum meira enn Sarkozy. Ein partur av orsøkini er, at forkvinnan í høgravenda flokkinum Front Nationale og miðflokkapolitikarin Francois Bayrou, ið ikki longu eru forsetavalevni, tí tey fingu ov fáar atkvøður í fyrra valumfarið, hava sagt, at tey ikki stuðla Sarkozy. Í fyrra valumfari fekk Hollande 28,6 prosent, meðan Sarkozy fekk 27,2 prosent. Valluttøkan verður væntandi 83 prosent. Valhølini, sum lótu upp klokkan átta í morgun, lata aftur klokkan seks í stóru býunum klokkan átta. Í ein hálvan tíma royndi hann sum frægast men hyggjarin hevði ofta trupulleikar at hoyra, hvat Heri Joensen, sangari í Týr, segði í beinleiðis kjakinum við Paul Watson á heimasíðuni hjá Animal Planet leygarmorgunin. Nakrir minuttir gingu, áðrenn Heri Joensen, sum sat í Føroyum, hoyrdist so frætt, at hyggjarin kundi skilja argumentini hjá føroyinginum, sum dystaðist við Paul Watson, sum sat í USA. Heri Joensen megnaði tó at bera fram síni sjónarmið, at Paul Watson og Sea Sheperd siga ósatt, tá tey vilja vera við, at grindahvalurin er hóttur at hvalurin pínist í fleiri minuttir. Paul Watson hevði gjørt sítt heimaarbeiði. Hann vísti millum annað á skeivleikar í Týr sanginum, Rainbow Warrior, sum snýr seg um Sea Shepard. Hann vísti á, at Rainbow Warrior hoyrir til Green Peace ikki Sea Shepard og hann vísti aftur, at hann og hini í felagsskapinum vóru óvitandi stórbýarmenniskju Paul Watson er sjálvur úr eini bygd. Hyggjarin fekk møguleika at seta teimum báðum spurningar. Ein spurdi, um Paul Watson og Sea Shepard koma aftur til Føroyar hetta summar men Paul Watson kom ikki við nøkrum svari. Alt kjakið kann síggast her. Ein røð av limalondunum í ES samdust fyrradagin um eina avtalu, sum setir munandi strangari krøv til dálkandi evni í luftini. Tað er serliga útlátið av amoniakki frá landbúnaðinum, og svávuli og køvievnum frá flutningstólum, sum skulu minka munandi. Við avtaluni plikta londini seg til at hava minkað um dálkandi útlátið við upp til 60 prosentum í 2020. Sum nakað nýtt eru krøv nú eisini um, at londini minka um útlátið av bitlum frá eitt nú brenniovnum. Avtalan fær ikki stórvegis týdning fyri danska umhvørvispolitikkin, sum longu hevur sett sær sum mál at minka dálkandi útlátini við 60 prosentum í 2020. Kortini hevur avtalan alstóran týdning, sigur danski umhvørvismálaráðharrin Ida Auken. Dálking kennir ongi landamørk. Tí er tað umráðandi, at onnur lond eisini minka um útlátið av hesum evnum. Út við 80 prosent av bitladálkingini kemur úr øðrum londum, sigur Ida Auken við Danmarks Radio. Avtalan, sum er bindandi, hevur við sær, at fleiri ES lond verða noydd at gera stórar broytingar í sínum umhvørvispolitikki Jens Stoltenberg kemur á sjálvum norska tjóðardegnum, 17.mai. Tá verður hann við á kvøldsetu í Norðurlandahúsinum, har sum føroysk og norsk listafólk fara at framføra. millum annað Eivør Pálsdóttir og Odin Staveland úr norska bólkinum Vamp. Fríggjamorgunin 18.mai verður fundur millum løgmann og norska forsætisráðharran. Løgmaður hevur boðið Jens Stoltenberg til Føroya. Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at Jens Stoltenberg hevur leingi viljað vitjað Føroyar. Endamálið við vitjanini er at styrkja vinarbondini og samstarvið millum Føroyar og Noreg, sigur løgmaður. Á landsfundinum í vikuskiftinum hevur Javnaðarflokkurin umskipað bygnaðin í flokkinum soleiðis at formansskapurin er styrktur. Umframt formannin verða tveir næstformenn nú eisini valdir ein úr tingmanningini og ein millum leiðandi fólk í flokkinum annars. Í formansskapinum hjá Javnaðarflokkinum sita nú umframt formannin Aksel V. Johannesen eisni Eyðgunn Samuelsen, tingkvinna, og Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn Javnstøðunevndin ásannar, at brúk er fyri størri vitan um samanhangin millum útbúgving hjá fólki og teirra hugburð til javnstøðu. Í sambandi við kanningina, sum Javnstøðunevndin lat gera herfyri, skrivar nevndin, at tá javnstøða verður viðgjørd í almenna rúminum, snúgva evnini seg í stóran mun um manglandi kvinnuliga umboðan í nevndum og ráðum og politikki. Onkuntíð verður í speisemi sagt, at javnstøða er fyri fínar konur í Havn , soleiðis at skilja at javnstøða er nakað, ið tekur støði í einari lítlari elitu av konufólkum í Havn og ikki í vanliga føroyinginum. Og okkurt bendir á, at hendan myndin ikki er heilt av leið. Kanningin vísir, at 60 prosent av teimum við longri útbúgving siga seg tosa um javnstøðu í mun til 40 prosent av teimum, við fólkaskúla ella miðnámsúbúgving. Eisini vísir kannningin, at tey við hægri útbúgvingum tosa munandi meir við makan og børnini um javnstøðu enn tey við fólkaskúla ella miðnámsútbúgving. Tað eru eisini serliga tey høgt útbúnu sum halda, at vantandi kvinnulig umboðan í politikki er ein av størstu javnstøðutrupulleikunum í Føroyum. 45 prosent av teimum við longri útbúgvingum halda hetta vera størsta javnstøðutrupulleikan, meðan ávikavist 35 og 27 prosent av teimum við miðamsskúla ella handverkaraútbúgving halda tað vera ein stóran trupullleika at ov fáar kvinnur eru umboðaðar í politikki. 655 fólk svaraðu spurningunum í javnstøðukanningini, ið Karin Jóhanna L. Knudsen, samfelagsfrøðingur, gjørdi vegna Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning á Fróðskaparsetri Føroya. Kanningin er umbiðin av Javnstøðunevndini. 35.526 føroyingar høvdu møguleika at fara á vegleiðandi fólkaatkvøðu á teimum 60 valstøðunum kring landið í dag, men tá avtornaði brúktu bert 11.637 fólk møguleikan. Hetta svarar til, at 32,7 av føroyingum greiddu atkvøðu. Lægsta valluttøkan var í Streymoy, har bert 22 av íbúgvunum nýttu møguleikan at siga sína hugsan um framtíðar kommunubygnaðin. Hægsta luttøkuprosentið var í Sandoy, har 55 av íbugvunum løgdi leiðina í valhølini. Valluttøkan kring landið Luttøka Atkvøtt Atkvøðurætt Sandoy 55 555 1008 Vágar 52 1163 2227 Suðuroy 49 1729 3558 Eysturoy 43 2964 6929 Sundalagið 34 569 1690 Norðoyggjar 26 1149 4351 Streymoy 22 3508 15763 Sí útgreinaði úrslit á slóðini her Fólkaatkvøða Úrslit Tá Kringvarpið ringdi til tey ymsu valstøðini, høvdu fá fólk, í mun til kommunu og løgtingsval, verið og sett sín kross, fyri á tann hátt at siga sína hugsan um, hvørt Føroyar í framtíðini skal verða sjey kommunur. Lutfalsliga høvdu so nógv fólk av samlaða íbúgvaratalinum í kommununum verið og greitt atkvøðu klokkan trý á teimum valstøðum, Kringvarpið hevði tosað við Tórshavn 7, 1 prosent Vestmanna 15 prosent Sandur 14,3 prosent Skopun 25 prosent Fuglafjørður 17,6 prosent Eiði 15,5 prosent Anrætta ein tallerk við hesum smárættum Legg eitt sindur av rucola salati mitt á tallerkin og tvær skivur við laksi omaná. Stroy eitt sindur av sós rundaum. 2 3 flógvar dadlur í sveipi Stoktar tikararækjur Góðan ost briu ella eftir ynski Frísk jarðber 2 skivur av parmaskinku og møguliga eitt sindur av balsamico edikki glace Afturvið Gott breyð Uppskriftir Tortillas við laksi Tilfar 200 g av Philadelfia light osti rørt við 2 súpisk av súrgaðari mjólk 100 g av Rucolasalati 100 g av royktum laksi 6 tortillas Arbeiðsháttur Rør ostin saman við mjólkini og smyr á pannukøkurnar Legg so mikið av laksi á, at tað dekkar pannukøkurnar Koyr nøkur bløð av rucolasalati seinast Rulla pannukøkurnar fast saman og set í kuldaskápið í umleið hálvan tíma Sker í helvt ella í smærri stykki til forrætt Sós Tilfar Súrrómi Reytt kaviar Sitrónsevja Salt og pipar Rør alt tilfarið saman og smakka til. Dadlur í sveipi Tilfar 10 flísar av fleski 20 dadlur Arbeiðsháttur Sker fleskaflísurnar í helvt Legg eina hálva flís av fleski rundan um hvørja dadlu Hita síðani eina pannu og steik dadlurnar í sveipi Hvítleyksstoktar tikararækjur Tilfar 2 súpisk av olju 2 3 bátar av hvítleyki, pressaðum Møguliga frac12 tsk av chili 20 tikararækjur Arbeiðsháttur Blanda oljuna, pressaða hvítleykin og møguliga chili saman og blanda saman við tikararækjunum Lat standa kalt í ein tíma Hita eina pannu og steik rækjurnar til tær hava skift lit og eru fastar í kjøtinum. Umleið fimm minuttir Hugskot Set rækjurnar á ein pinn, fýra á hvønn og steik á grillini. Fýra grannskoðarar hava avgjørt at stevna løgmanni. Teir vilja hava rættin at ógilda avgerðina hjá løgmanni um at staðfesta avgerðina hjá Skráseting Føroya um at taka løggildingina frá granskoðarunum, tí teir ikki hava staðið eina próvtøku, sum krevst fyri at fáa løggilding. Teir fýra grannskoðararnir, sum hava arbeitt sum grannskoðarar í fimm ár, tí teir hava løggilding, vilja eisini hava Føroya rætt at staðfesta, at løggildingin stendur við, uttan at teir skulu upp til roynd. Skrásetingin segði, at grannskoðararnir skuldu upp til roynd, áðrenn eitt ár er farið. Men ta freistina broytti løgmaður til trý ár. Christian Andreassen, sum er advokatur hjá grannskoðarunum, ætlaði at byrja málið í Landsrættinum fyri at stytta leiðina upp í Hægstarætt. Men tað vildi Løgmansskrivstovan ikki. Tí byrjar málið í Føroya rætti. Stevningin verður nú skrivað, sigur Christian Andreassen. Tá Føroya rættur hevur fingið stevningina, byrjar enn eitt kapittul í drúgvu søguni, sum byrjaði í november í 2010, tá Løgtingsins umboðsmaður kom við frágreiðingini um teir níggju grannskoðararnar, sum sambært henni av órøttum høvdu fingið løggilding at arbeiða sum grannskoðarar. Hesin tónleikur verður at hoyra í Bolero 6. mai, kl. 19.00 endursending 13. mai, kl. 7.45 Erik Bergman 1911 2006 Triumf att finnas till fyri sopran, floytu og slagverk 1987 við yrkingum eftir Edith. Løgtingið fer í dag at avgreiða tey mál, sum framvegis eru eftir, og so er ætlanin, at tingið fer til hús at bíða eftir lógini um makrelfiskiskapin í 2012. Tingið fer í dag endaliga at avgreiða millum annað lógirnar um játtanarkarmin fyri 2013, um broytingar í Arbeiðsloysisskipanini og broytingina í skattalógini, sum fekk andstøðufólkini í Fíggjarnevndini at kæra landsstýrismannin í fíggjarmálum til Landsstýrismálanevndina. Tingfundurin byrjaði klokkan hálvgum tíggju. Tey 61 valstøðini lótu upp klokkan tíggju og lata aftur klokkan átta í kvøld. Av tí at so nógvur ivi er um, hví hendan fólkaatkvøðan er, tá hon ikki er bindandi, men bara vegleiðandi, verður ikki væntað, at undirtøkan verður stór á fólkaatkvøðuna. Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, sum varðar av fólkaatkvøðuni, roknar við, at kommunurnar taka úrslitið av fólkaatkvøðuni til eftirtektar og skipa seg samsvarandi úrslitinum sjálvbodnar. Landsstýrið ætlar ikki at noyða kommunurnar at leggja saman við lóg. Borgarstjórar og aðrir kommunustýrislimir ivast eisini, tí tey vita ikki, hvat tey sjey økini, sum landsstýrið vil hava, kunnu vænta sær í framtíðini. Fyribils ætlar landsstýrið at lata kommununum eldraøkið 1. januar í 2014. Og kommunurnar fáa eisini fólkaskúlan. Men nær tað verður, veit eingin. Annað enn, at tað skal vera í hesum valskeiðnum, sum endar 29. oktober í 2015. Fíggingarleisturin, sum landsstýrið mælir til at brúka, er fyrst ein afturberingarskipan. Í henni verða kommunurnar hildnar skaðaleysar av skattafrádráttum. Tær fáa eisini endurrindað skattamissin av FAS og DIS, altjóða skipaskráunum. Tað, sum tá restar í, ætlar landsstýrið at samráðast við kommunurnar um. Ein møguleiki er at lata kommununum blokkstuðul. Ein annar møguleiki er at regulera millum landsskatt og kommunuskatt. Nakrir borgarstjórar hava mælt fólki til at atkvøða nei, og onkur hevur biðið fólk siga ja. Og so eru tað veljarar, sum mæla til at boykotta fólkaatkvøðuna og biðja samgonguna leggja frá sær í staðin fyri at svara ja ella nei í dag. Tey sjey økini, sum fólkaatkvøðan í dag er um, eru tikin úr lógini um sjálvbodnar kommunusamanleggingar frá 2007. Bilar hjá almennum stovnum rindaðu 756.000 krónur fyri at koyra í Vágatunlinum og Norðoyatunlinum í fjør, og Bygdaleiðir hava goldið tvær milliónir krónur. Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, í svari til Jógvan Skorheim, løgtingsmann. Hann spurdi, hvussu nógvar pengar almennu stovnarnir brúka til tunnilsgjald um árið. Í miðal hevur tað almenna rindað 600.000 krónur um árið í tunnilsgjaldi seinastu fimm árini. Jógvan Skorheim sigur, at sambært Landsverki kostar viðlíkahaldið í undirsjóvartunlunum 775 krónur fyri meturin, ella 8 milliónir krónur um árið. Landið skal yvirtaka tunlarnar um ikki so langa tíð. Tá raksturin skal leggjast undir landið, hevði verið áhugavert at vita, hvussu nógv almennu stovnarnir brúka í bummgjaldi og halda tølini upp í móti tí, sum tað kostar at reka tunlarnar, sigur Jógvan Skorheim. Byggilógin, sum hevur verið leingi ávegis, er samtykt og kemur í gildi 1. apríl 2013. Lógin skal tryggja dygdargóða bygging í Føroyum, tillagað føroyska veðurlagnum. Nú lógin er samtykt, hevur landsstýrið heimild at seta kunngerðir í verk um ítøkilig krøv, tá byggjast skal í Føroyum. Tað er ein arbeiðsbólkur við umboðum fyri byggivinnuna, kommunala byggivaldið og landsmyndugleikarnar, sum ger hesar kunngerðir, sum skulu sendast til hoyringar fyrst í 2013. Byggilógin er eitt stórt frambrot innan føroyska bygging og eitt ítøkiligt íkast at røkka ásettum málum í Veðurlagspolitikki Føroya , sigur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í Innlendismálum. Trý fólk á Posta fingu í gjár at vita, at tey eru søgd úr starvi. Sambært stjóranum Joel undir Leitinum eru rationaliseringar orsøkin til uppsagnirnar. Talan er um eitt fólk á frímerkjadeildini, eitt á KT deildini og eitt starvsfólk á fíggjardeildini. Frítíðarlønin hjá føroyingum, sum skuldi verða á kontuni í peningastovni í dag, er seinkað. TAKS boðaði herfyri í skrivi til føroyingar frá, at frítíðarlønin varð á kontuni 2. mai. Men tað er ikki rætt. Elektron vísir á, at tey hava avgreitt sín part fyri TAKS, men Skandinavisk Data Center, sum umsitur KT skipanirnar hjá føroysku peningastovnunum, hevur ikki avgreitt frítíðarlønina. TAKS skrivar á síni heimasíðu fyrrapartin, at frítíðarlønin verður á kontu í morgin. Sambært TAKS fáa 26.839 persónar tilsamans 299 milliónir krónur í frítíðarløn hesaferð. Tað endar galið, um arbeiðsleys skulu bíða í 10 dagar eftir útgjaldi úr Arbeiðsloysisskipanini. Í ringasta føri flyta tey av landinum. Tað heldur formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag, sum staðfestir, at tað vóru arbeiðsgevararnir í ALS stýrinum, sum vunnu hesaferð. Hoyrið innslag í tíðindunum. Eitt avlop á 3,6 milliónir krónur eru 4,7 milliónir betri úrslit enn í 2011, tá hallið var 1,1 millión. Úrslitið í 2011 var tó hálva aðru millión betri enn í 2010. Úrslitið í fjør kom fyrst og fremst av eyka avskrivingum í sambandi við nýggja høvuðssæti sparikassans, sum kostaðu góðar 1,7 milliónir krónur Á aðalfundinum hjá Suðuroyar Sparikassa mánadagin legði nevndarformaðurin, Lars Djurhuus, frá sær. Hann hevur verið nevndarformaður í 35 ár. Nýggjur formaður í nevndini hjá Suðuroyar Sparikassa er Hans Petur Joensen í Vági. Frítíðarlønin fyri 2011 er ikki komin á konto í dag 2. mai, sum ætlað. Tað sigur Elektron í skrivi til miðlarnar. Elektron hevur gjørt neyðugu koyringarnar klárar vegna TAKS, men SDC í Danmark hevur trupulleikar við at avgreiða málið fyri føroysku peningastovnarnar, verður sagt í skrivi. Tey, sum vilja vita meira um frítíðarlønina, kunnu ringja til peningastovnarnar. Samgongan hevur samtykt eina broyting í skattalógini, sum sambært løgfrøðiliga serkunnleikanum hjá Løgtingsskrivstovuni er brot á stýriskipanarlógina. Somuleiðis sigur Innlendismálaráðið, at lógarbroytingin er brot á bæði grundlógina og stýriskipanarlógina. Løgtingsskrivstovan mælti løgtingsformanninum til at biðja tingið vísa burtur einum uppskoti hjá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, um eina broyting í skattalógini. Men tað gjørdi tingið ikki. Løgtingsskrivstovan vísir til stýriskipanarlógina, sum sigur, at eingin beinleiðis ella óbeinleiðis skattur má verða álagdur, broyttur ella avtikin uttan við løgtingslóg. Lógarbroytingin, sum løgtingið hevur samtykt, gevur, sambært Løgtingsskrivstovuni, landsstýrismanninum heimild til at broyta skattastigan við kunngerð. Løgtingsskrivstovan sigur, at stýrisskipanarlógin skal verja rættartrygdina hjá skattaborgaranum. Skattaborgarin skal hava møguleika til altíð at gjøgnumskoða, hvønn skatt hann skal rinda. Men sambært nýggju lógarbroytingini er ikki greitt fyri skattaborgaran, hvønn skatt, hann skal rinda. Løgfrøðingarnir hjá Fíggjarmálaráðnum eru ikki samdir við starvsfelagarnar hjá Innlendismálaráðnum og løgtinginum, og tí varð uppskotið lagt fram 23. februar. Tá samgongan samtykti uppskotið eftir aðru viðgerð, kærdi andstøðan Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, til landsstýrismálanevndina fyri brot á stýriskipanarlógina. Tað er sera ymiskt, hvussu nógv krøvini, um at fáa kloakkirnar í rætt lag, kosta kommununum. Landið krevur, at allar kommunur í seinasta lagi 1.januar 2015 hava eina spillvatnsætlan. Umhvørvisstovan hevur fingið at vita frá nøkrum kommunum, hvussu nógv, tær meta, ætlanin fer at kosta teimum. Klaksvík sigur 60 milliónir, Havnin sigur 20 milliónir, Sørvágur sigur tíggju milliónir, Nes kommuna tríggjar og í Fuglafirði hava tey mett kostnaðin at vera eina millión og 125.000 krónur Hetta upplýsir Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, í svari til Eivin Jacobsen, løgtingsmann. Landsstýrið hevur onga ætlan um at geva kommununum stuðul til at fáa kloakkirnar í rætt lag. Sigurð Simonsen, borgarstjóri í Fuglafirði heldur ikki, at Fuglafjørður skal leggja saman við restini av Eysturoynni. Albert Ellefsen, borgarstjóri í Vága kommunu, vil fegin hava, at Vágoyggin gerst ein kommuna. Teir báðir eru gestir við kjakborðið í Degi og Viku í kvøld klokkan 19. Vertur er Beinta Løwe Jacobsen. Í skrivi til starvsfólkini í Kringvarpinum, boðar stjórin Annika Mittún Jacobsen frá, at hon leggur frá sær 1. august. Hon hevur valt at taka við starvi uttanlands. Stýrið er eisini kunnað um avgerðina. Annika hevur havt tíðaravmarkað stjórastarv í 5 ár, og ætlanin var, at skeiðið skuldi enda 31. mars næsta ár. Kringvarpsstýrið fer í næstum at lýsa eftir nýggjum stjóra. Løgtingið hevur samtykt eitt uppskot til samtyktar frá tjóðveldi um fjøltáttaðar eldrabústaðir. Í uppskotinum heitir løgtingið á landsstýrið um at koma við eini ætlan, hvussu eldraøkið kann verða bygt út í framtíðini. Støðið í ætlanini skal vera í tilráðingunum hjá heimsheilsustovninum, WHO, um at fólk kunnu búgva sum longst í egnum heimi og leggja dent á fjølbroyttar bústaðarmøguleikar. Í álitinum sigur ein samd trivnaðarnevnd, at uppskotið til samtyktar um at samskipa tænastur til føroyingar við serligum avbjóðingum er áhugavert og lýsir væl teir trupulleikar, sum tíverri alt ov ofta eru til staðar hjá hesum málbólki. Nevndin er samd um, at fólk við serligum avbjóðingum alt ov ofta renna seg føst í trupulleikar við markamótum millum aðalráð. Somuleiðis er nevndin samd við øllum hoyringspørtum, sum allir hava víst á, at vantandi samskipan er ein stórur trupulleiki. Allir partar tykjast samdir um, at tíðin er meira enn búgvin til nýhugsan, og at eitt fjøltáttað íbúðartilboð fyri eldri eigur at verða skipað í framtíðini. Landsbókasavnið hevur ilt við at røkja allar skyldurnar og uppgávurnar, álagdar eru savninum í bókasavnslógini. Serliga, tá talan er um at savna inn og goyma ta alsamt øktu nøgdina av talgildum útgávum og útgávum á internetinum. Landsbókasavnið hevur eisini brúk fyri meira plássi at goyma bøkur og annað bókasavnstilfar, eisini talgilt tilfar. Tað skrivar Erhard Jacobsen, leiðari á Føroya Landsbókasavni, í ársfrágreiðingini fyri 2011. Hann skrivar, at alment bókasavnsvirksemi er undir trýsti. Orsakirnar eru nógvar, so sum trongir fíggjarkarmar, størri kunningarnøgdir og nýggir útgávuhættir, skjót menning á kt økinum, meira talgilt tilfar og fleiri og meiri krevjandi brúkarar. Landsbókasavnið lænti út 23.000 bøkur og annað tilfar í fjør. Hetta var meira enn árið fyri. Og útlánið hjá teimum 17 fólkabókasøvnunum vaks tíggju prosent tey tvey árini frá 2009 til 2011. Nes kommuna skal eisini í framtíðini vera ein sjálvstøðug kommuna. Tað er greiða niðurstøðan eftir borgarafund á Toftum í gjárkvøldi. Eitt samlað bygdaráð mælti á fundinum borgarum til at atkvøða nei á vegleiðandi fólkaatkvøðuni hósdagin. Tað var eisini greiða fatanin millum fundarfólkið. 60 fólk søgdu seg vera ímóti, bara 10 fólk søgdu seg taka undir við, at Nes kommuna gerst partur av felagskommununi í Eysturoynni. Eisini í Fuglafirði er mótstøðan stór ímóti ætlaðu kommunusamanleggingini. Á borgarafundi í Mentanarhúsínum í Fuglafirði í gjár mælti eitt samlað býráð sínum borgarum til at atkvøða nei á vegleiðandi fólkaatkvøðuni hósdagin. Í dag, 1.mei, er altjóða arbeiðaradagur. Tá samráðast feløgini ikki. Men samráðingarnar verða tiknar upp aftur tíðliga mikumorgunin. Samráðingarfólkini hjá teimum fimm arbeiðarafeløgunum og Arbeiðsgevarafelagnum samráddust allan dagin í gjár og út á kvøldi. Partarnir eru samdir um ikki at siga nakað um samráðingarnar ella um krøvini. Semingsfólk eru ikki boðsend enn. Skúlaskipanin er í ov stóran mun bygd á eina undirskipan og fyrireiking til tað danska skúlaverkið burturav. Tað heldur Tjóðveldi, sum ynskir at broyta millum annað lærugreinirnar í miðnámsskúlunum, so tær í størri mun avspegla føroyska samfelagið heldur enn at vera atgongumerkið til ta donsku útbúgvingarskipanina. Tjóðveldi heldur í fyrsta lagi, at tað eigur at verða ásett ein felagslærugrein, ið eitur tilfeingi , sum skal taka støði í tilfeingislæru í breiðari merking, skriva tey bæði Høgni Hoydal og Gunnvør Balle millum annað í minnilutaálitinum til uppskotið um nýggja gymnasiella skipan. Føroyar liggja í miðjum Norðuratlantshavi. Her eru náttúruríkidømi, orkukeldur, fatanin av vistfrøðiligum skipanunum og burðardygg gagnnýtsla av bæði náttúru og menniskjaligum tilfeingi, grundleggjandi fortreytir fyri lívi og framtíð, skriva tey bæði tjóðveldisumboðini víðari í minnilutaálitinum. Minnilutin mælir samstundis millum annað til at strika ítrótt og heilsu sum kravda lærugrein á C stigi og ístaðin lata lærugreinina verða vallærugrein. Fríggjadagin er Dýribiðidagur og fólk fegnast um at fáa ein frídag. Men tað kann gerast seinastu ferð at danir fáa frí Dýrabiðidag, tí ein partur av samráðingunum á danska arbeiðsmarknaðinum, fara at snúgva seg um at flyta Dýrabiðidag til ein sunnudag, so hann ikki liggur ein arbeiðsdag. Dýribiðidagur hevur verið frídagur í Danmark síðani í 1686, ella í 326 ár, men sambært teimum sum skipa fyri, so hevur samfelagið ikki ráð til at Dýribiðidagur í framtíðini verður frídagur. At flyta Dýrabiðidag frá fríggjadegi til sunnudag, skal vera fyri at ganga teimum atfinningarsamu á møti. Donsku arbeiðsgevararnir hava síðani í 2007 havt ynski um at strika Dýrabiðidag sum frídag. Borgarliga stjórnin vildi ikki ganga ynskinum frá arbeiðsgevarunum á møti, millum annað við tí grundgeving, at so varð spurningurin um aðrar frídagar reistur, eitt nú leygardag, sunnudag, ella jólaaftan. Lík er nú til, at bæði polittikarar og fakfeløg eru samd um, at tað helst er betri at flyta ein av skeivu heilidøgunum, heldur enn at økja arbeiðstímarnar. Á midnátt fara sáttmálarni á privata arbeiðsmarknaðin úr gildi. Samráðingarfólkini hjá teimum fimm arbeiðarafeløgunum og Føroya Arbeiðsgevarafelag verið á Hotel Føroyum, har tey royna at gera nýggjar sáttmálar fyri teir, sum fara úr gildi á midnátt. Arbeiðarafeløgini søgdu upp sáttmálarnar, sum vórðu gjørdir í 2010. Samráðingarnar byrjaðu tann 11.apríl. Tey fimm arbeiðarafeløgini samráðast saman. Tað hevur hilnast væl undanfarnu samráðingar, siga feløgini. Samráðingarnar við arbeiðarafeløgini eru tær fyrstu í nýggja samráðingarumfarinum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelg. Úrslitið av hesum samráðingum er týdningarmikið fyri allar aðrar samráðingar á privata arbeiðsmarknaðinum, sigur Arbeiðsgevarafelagið, tí hesar samráðingarnar áseta karmin fyri øll onnur feløg. Samráðingarleiðari hjá arbeiðsgevarunum er Kristoffur Laksá, nevndarlimur í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Ein beiskur biti fyri allar partar, men neyðugt fyri at Arbeiðsloysisskipanin kann virka nøktandi frameftir. Tað sigur meirilutin av vinnunevndini hjá løgtinginum, sum tí tekur undir við broytingunum í lóggávuni fyri ALS, ið landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur mælt til. ALS hevur verið í vinnunevndini og greitt frá støðuni. Turru tølini staðfesta, at við verandi gongd er eginognin hjá ALS burtur í 2014 og í 2015 er eginognin negativ við 129 milliónum krónum. Til samanberingar var eginognin omanfyri 700 milliónir krónur í 2009. Men tvey ár á rað við risa undirskoti 112 milliónir í 2010 og 189 milliónir í 2011 noyða ALS at stramma upp. Semjan millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum, sum vara av ALS, er bæði at hækka inngjaldið í ALS og lækka útgjaldið til tey arbeiðsleysu. ALS hevur roknað seg fram til, at við at hækka inngjaldsprosentið úr einum prosenti upp í 1,25 prosent kann ALS fáa 33 milliónir krónur meira í kassan. Og á útreiðslusíðuni ber til at spara umleið 32 milliónir tilsamans við at lækka útgjaldsprosentið úr 80 niður í 75 prosent, lækka hægsta útgjaldið úr 20.000 krónum niður í 17.500 krónur um mánaðin og at lata fólk vera arbeiðsleys í 10 dagar áðrenn tey fáa fyrstu krónurnar úr ALS. Við hesum átøkunum, ið geva umleið 65 milliónir, roknar ALS við at fáa undirskotið fyri 2012 niður á 137 milliónir krónur. Meirilutin í vinnunevndini hjá løgtinginum, tað eru samgonguumboðini og umboðið hjá Framsókn, taka undir við broytingunum, og mæla løgtinginum til at samtykkja tær. Minnilutin, umboðini hjá Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum, vísir á at broytingarnar fara at økja um fíggjarliga munin millum rík og fátøk. Tí verður mælt til at áseta eitt tíðaravmarkað samhalds festis gjald til ALS, soleiðis at tær høgu inntøkurnar eitt tíðarskeið rinda lutfalsliga meira inn í ALS kassan. Minnilutin skýrir ætlaðu lógarbrotingarnar at venda skeivt, sosialt, og mælir tí tinginum frá at samtykkja tær. Frímerkjasavnarar kunnu fegnast. Í dag hevur Posta Stamps givið heili tvær frímerkjarøðir út íalt seks frímerki. Fyrra røðin eru sonevnd Evropa frímerki, har londini í Evropa geva út frímerki við felags evni. Í ár er evnið ferðamannamál. Annað frímerki vísir ein skjóttgangandi bát undir Beinisvørði og hitt vísir vakra landslagið á Trøllanesi Eyðbjørn Jacobsen hevur tikið báðar myndirnar. Hin røðin, ið Edward Fuglø hevur málað, er fýra frímerki, sum avmynda áviíkavist grýlu, marru, niðagrís og fjørutrøll. Meiri er at lesa um frímerkajútgávurnar. Bíðað verður eftir mentalkanningini. Fyrr enn hon er liðug, ber ikki til at skriva ákæruritið. 19 ára gamli maðurin er skuldsettur fyri fimm neyðtøkuroyndir í Havn. Hann játtar seg sekan í trimum førum. Maðurin varð tikin og varðhaldsfongslaður fyrst í februar fyri neyðtøkuroynd í Viðarlundini í Havn. Reiðaríið, sum eigur portugisiska trolararan, Aveirense, ið rendi á Vestaru Vág hósmorgunin, sleppur undan at rinda bót fyri umfatandi oljudálkingina í síðstu viku. Skipaeftirlitið, sum hevur verið umborð, hevur staðfest, at eitt brek á motorinum gjørdi, at umstýringin ikki virkaði, og tí bakkaði trolarin á íshavnina. Vanligt er, at reiðaríið fær eina bót, um skipið er orsøk til oljudálking men í lógini er eitt undantak, sum sigur, at reiðaríið sleppur undan, um talan er um eitt brek á útgerðini, sum ikki stavar frá vantandi viðlíkahaldi. Og so er mett í hesum føri. Tað sigur Suni Petersen, deildarstjóri á Umhvørvisstovuni. Reiðaríið sleppur kortini ikki heilt undan at rinda. Tað fær væntandi eina rokning frá Tórshavnar kommuna fyri uppruddingararbeiðið. Enn er ikki staðfest, hvussu nógvir litrar av hydrauliskari olju endaðu á sjónum millum Vestaru Vág og bátahylin á Argjum. Men bæði á Umhvørvisstovuni og í umsitingini hjá Tórshavnar Kommunu eru tey samd um, at talan er um eina tí ógvusligastu oljudálkingina í nýggjari tíð. Olja sprændi úr tanganum í ein hálvan tíma, áðrenn tað eydnast at loka fyri. Bara inni í bátahylinum á Argjum tók Tórshavnar Sløkkilið okkurt um tvey tons av hydailiskari olju. Eitt skifti óttaðust fólk, at oljan fór at raka við aliringarnar á Glyvursnesi men hon náddi ongantíð so langt. Borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, heitir á býráðið um at taka støðu til at gera eina marghøll niðan mót Villingadali. Høvuðsstaðurin og landið alt manglar stórhøll eina innandura multiarena til alskyns tiltøk við nógvum áskoðaraplássum. Tórshavnar kommuna eigur at ganga á odda at útvega Føroyum eina slíka stórhøll, skrivar Heðin Mortensen í tíðindaskrivi. Hann heldur, at býráðið eigur at kanna ymiskar møguleikar at fáa fígging frá almennum og privatum grunnum í Føroyum og uttanlands. Stórhøllin skal hava fótbóltsvøll bæði til kappingardystir, landsdystir og venjing. Stórhøllin skal harumframt kunna veita umstøður til aðrar ítróttagreinir, til finalur og til størri altjóða kappingar. Býráðið arbeiddi í 2004 og 2005 við eini ætlan um at gera fótbóltshøll niðan móti Villingardali. AElig tlanin var tó fyribils slept, millum annað tí at fleiri líknandi verkætlanir vóru í umbúna kring landið. Borgarstjórin ynskir, at býráðið tekur støðu til at gera eina størri høll við fleiri brúksmøguleikum heldur enn bert vanliga fótbóltshøll, og at henda verður bygd á sama stað, sum ætlanin var at byggja fótbóltshøllina, stendur í skrivinum. Stórhøllin skal vera fyri allar føroyingar. Tí eigur býráðið at kanna ymiskar møguleikar at fáa fígging frá almennum og privatum grunnum í Føroyum og uttanlands. Borgarstjórin mælir býráðnum til at samtykkja, at málið verður beint í mentamálanevndina at viðgera innihaldsliga partin, og í fíggjarnevndina at útvega fígging, herundir eisini at kanna møguleika fyri fígging úr almennum og privatum grunnum í Føroyum og uttanlands. Málið kemur fyri á býráðsfundi nú mikudagin 2. mei. Byggilógin kemur ikki í gildi 1.september í ár, sum landsstýrið ætlaði, men 1.apríl næsta ár. Meirilutin í Rættarnevndini mælir til at útseta lógina, so kommunurnar fáa høvi til at fyrireika seg. Meirilutin mælir eisini til, at landsstýrismaðurin í innlendismálum í seinasta lagi 1.apríl 2015 gevur løgtinginum frágreiðing um, hvussu lógin virkar, og kemur við uppskotum um møguligar broytingar. Hetta ger meirilutin, tí nógv, sum eru hoyrd um lógaruppskotið, hava víst á ivamál. Javnaðarmenninir í Rættarnevndini, Kristin Michelsen og Gerhard Lognberg, mæla frá at samtykkja byggilógina. Teir siga, at serkøn fólk vísa á, at millum annað sethúsabygging fer at kosta 25 30 meira, um lógin kemur í gildi. Páll á Reynatúgvu í Tjóðveldi sigur í álitinum, at hann tekur støðu í tingsalinum. Byggilógin ásetur reglur um bygging í Føroyum, millum annað krøv um dygd, trygd, bjálving og, at atlit verða tikin til heilsu og umhvørvi, tá bygt verður. Eingin landsbyggireglugerð ella landsbyggikunngerð er galdandi í Føroyum. Nýggja lógin gevur Innlendismálaráðnum heimild at gera kunngerðir um bygging. Byggilógin hevur verið í tinginum fyrr, men datt málið burtur. Eftir løgtingsvalið í fjør heyst kom uppskotið aftur í tingið úr Innlendismálaráðnum. Rættarnevndin hevur skrivað álit og onnur viðgerð er á tingfundinum í dag. Innlendismálaráðið tekur undir við, at lógin kemur ikki í gildi fyrr enn 1.apríl næsta ár. Bara knappliga 28 prosent av fólkinum í Íslandi vilja, at Ísland gerst limur í ES. 54 prosent vilja ikki hava Ísland í ES, og 19 prosent hava onga støðu til spurningin. Tað vísir ein veljarakanning, sum Rúnar Vilhjálmsson, professari í samfelagsfrøði á Universitetinum í Reykjavík, hevur gjørt. Eisini millum veljarar hjá flokkinum Tey Vinstru grønu, sum er í ríkisstjórnini, er stórur meiriluti móti limaskapi. Flokkurin gjørdi semju við hin stjórnarflokkin, Samfylkingina, um at fara undir samráðingar við ES um limaskap. Hjá veljarunum hjá Samfylkingini er meiriluti fyri limaskapi. Millum annað støðan hjá ES í makrelmálinum ger, at undirtøkan fyri ES limaskapi er so lítil í Íslandi. Men búskaparliga kreppan, sum ES er í, ræðir eisini nógvar íslendingar. Bera samráðingarnar millum ES og íslendsku stjórnina um limaskap á mál, verður fólkaatkvøða í Íslandi um úrslitið. Leikluturin hjá Eik Grunnurinum í samband við, at Eik Banki kollsigldi, skal kannast, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður. Í farnu viku kom fram, at pengar eru ikki til at gera kanningina av Eik grunninum lidna. 1,3 mio vanta enn í, og landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur boðað frá, at hann ikki fer at biðja um eykajáttan. Løgmaður ásannar, at tað kann verða trupult at finna pengarnar, men tað skal bera til, tí málið er so mikið prinsipielt sigur hann. Vit eiga at raðfesta eina tílíka kanning. Tað er alneyðugt, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. Á nýggja vøllinum við Stórá í Trongisvági megnaði TB at vinna á ÍF. Einasta málið í dystinum kom longu eftir fýra minuttir í sambandi við eitt hornaspark. Tað var verjuleikarin, Dimitri Jankovic, ið skeyt málið. ÍF hevði bóltin meira, meðan TB dúvaði upp á mótálop. Bæði liðini høvdu nógvar stórar málmøguleikar, men hóast tað og stórt trýst frá ÍF í seinna hálvleiki, endaði dysturin 1 0 til tvørámenn. Víkingur styrktu um sína støðu í oddinum við einum 4 0 sigri á FC Suðuroy. Víkingur stýrdi dystinum, hóast FC Suðuroy hevði onkran stóran málmøguleika eftir skjótálop í fyrra hálvleiki. Øll málini fullu í seinna hálvleiki. Hanus Jacobsen, Sølvi Vatnhamar, Joseph Bassene og Hjartvard Hansen vóru málskjúttararnir. Víkingur er ósigrað, meðan FC Suðuroy enn ikki hevur fingið nakað mál í Effo deildini. EB Streymur og HB fingu eitt stig hvør í einum undirhaldandi og væleiktum dysti við Margáir. HB legði seg á odda tvær ferðir eftir vælgjøgnumspæld álop. Símun Samuelsen og Andrew av Fløtum skutu málini. Hjá EB Streymi vóru tað Hans Pauli Samuelsen og Levi Hanssen, ið vóru málskjúttar. Bæði liðini kempaðu fyri sigrinum, og tá tveir minuttir vóru eftir av dystinum, fekk heimaliðið brotsspark. Liðformaðurin, Egil á Bø, skeyt tó á stongina, og tískil endaði dysturin 2 2. Toftamenn fóru av stað við øllum trimum stigunum, tá teir vóru á vitjan hjá B36. Fyrri hálvleikur var vánaligur, men Ndende fekk tó lagt B68 á odda við stútara, tá 25 minuttir vóru spældir. Í seinna hálvleiki var spælið betri. Róaldur Jacobsen javnaði fyri B36 eftir 70 minuttir. Í seinastu minuttunum fekk B68 avgerðandi málið. Christian Høgni Jacobsen gjørdist púra leysur eftir eitt mistak í B36 verjuni, og so var mál. Toftamenn eru av álvara komnir fyri seg eftir eina torføra byrjan, meðan føroyameistararnir taptu fyri fyrstu ferð í ár. Ein dystur var í gjár, har Kí vann 3 2 á NSÍ, eftir at runavíkingar høvdu verið á odda bæði 0 1 og 1 2. Støðan í Effo deildini Víkingur 16 HB 12 B36 10 ÍF 10 EB Streymur 9 B68 9 KÍ 6 TB 5 NSÍ 4 FC Suðuroy 1. Komandi umfar Fríggjakvøldið 04.05 NSÍ Víkingur Leygardagin 05.05 HB B36 FC Suðuroy TB ÍF EB Streymur B68 Kí Á Tvøroyri verður fyrsti landskappingardysturin hjá TB spældur á nýggja vøllinum, og hann verður móti ÍF. Við Margáir tekur EB Streymur móti HB og í Gundadali spæla B36 og B68. Hesir tríggir dystir byrja klokkan 15. Fjórði dysturin verður í Fuglafirði, har Víkingur tekur í móti FC Suðuroy, og tann dysturin byrjar klokkan 16. Víkingur hevur heimavøll í Fuglafirði, tí graslíkið á vøllinum í Norðragøtu verður skift. Fimti dysturin í sætta umfari varð spældur í Klaksvík í gjár millum KÍ og NSÍ, og tann dystin vunnu klaksvíkingar 3 2. Í sendingini Bólturin, sum byrjar klokkan 14.45, fylgja vit við dagsins umfari, og vit siga beinleiðis frá dystinum á Tvøroyri millum TB og ÍF. Fyrsti dystur í sætta umfari í landskappingini hjá monnum varð spældur í Klaksvík millum KÍ og NSÍ. Tað gjørdist ein tættur og spennandi dystur millum tvey lið, sum vildu vinna, og trý av málunum fullu í fyrra hálvleiki. Jann Martin Mortensen legði gestirnar á odda, tá tíggju minuttir vóru spældir. Sjey minuttir seinni javnaði Filip Djordevic fyri heimaliðið, og stutt fyri hálvleik legði Klæmint Olsen gestirnar framum, so hálvleiksstøðan var 1 2 til NSÍ. Í seinna hálvleiki vóru liðini ikki eins álopssinnað sum í fyrra, men tá 25 minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki javnaði innskifti Páll Klettskarð fyri KÍ. Sami Páll var á blettinum aftur tíggju minuttir seinni og legði KÍ framum 3 2, sum eisini var endaliga úrslitið. Harvið hava klaksvíkingar loksins fingið fyrsta sigurin til høldar, meðan NSÍ fyri fjórðu ferð í ár tapti ein dyst, har teir vóru frammanfyri. Tilfar 175 g av keks 200 g av myrkari sjokolátu frac12 dl av appilsin sevju Arbeiðsháttur Brót keksirnar sundur og legg í eitt fat 25x35 cm sum er klætt við bakipappíri Smelta sjokolátuna yvir vatnbað saman við appilsin sevjuni og stoyt oman yvir keksirnar Legg bakipappír omanyvir, trýst keksirnar væl saman og set at kólna Ostakrem Tilfar 8 bløð av husblassi 400 g av rómaosti 175 g av sukri 1 tesk. av vaniljusukri 1 l av hvíta frac12 l av róma 1 súpisk av sitrónsevju Arbeiðsháttur Legg husblassið í kalt vatn í fimm minuttir Píska rómaostin, sukrið og vaniljusukrið saman og rør hvítan í Píska róman til skúm Tak husblassið úr vatninum og smelta yvir vatnbað Rør tvær súpisk av hvítanum og sitrónsevjuna í smeltaða husblassið og píska tað í restina av blandingini Vend róman varisliga í Tak bakipappírið oman av keksunum og koyr fylluna oman á keksirnar Set kalt Appelsin siroppur Tilfar 1 dl av ahornsiroppi 1 dl av appilisinsevju 40 g av skornum aprikosum Rivið skal av hálvari appilsin Arbeiðsháttur Koyr alt tilfarið í eina grýtu og lat kóka í umleið 15 minuttir Tórshavnar Sløkkilið hevur fingið stóran part av hydraulisku oljuni upp, sum lak út, tá portugisiski trolarin Aveirense renda á ís kaiina í gjáramorgunin. Anfinn Reinert, átaksleiðari, dugir ikki at meta um, hvussu nógv olja er tikin upp, men hann roknar við nøkrum tonsum. Nakrar girðingar eru framvegis í sjónum framvið ytsta partinum av vestaru bryggju. Olja kann vera undir bryggjuni, so tær girðingarnar verða liggjandi til mánadagin, sigur átaksleiðarin, sum staðfestir, at hesaferð hevði oljudálkingin ikki so ógvusligar avleiðingar. Nógv er tikið upp, nakað er farið til havs og aliringarnir undir argjalandinum sluppu snikkaleysir, sigur Anfinn Reinert. Verða útlendingamál yvirtikin, broytist virksemið hjá Útlendingastovuni frá bara at vera hoyringarmyndugleiki í málum um familjusameining og arbeiðs og uppihaldsloyvi. Tá verður Útlendingastovan eisini avgerðarmyndugleiki í málum um innfararloyvi og friðskjól. Útlendingastovan skal tí hava trý stavsfólk afturat, ein fulltrúa og tveir málsviðgerar. Í onkrum føri verður neyðugt at keypa sakkunnleika uttanhýsis, eitt nú til at umseta umsóknir og kunningartilfar, sæst í svari frá Innlendismálaráðnum til Fíggjarnevndina, sum viðger játtanarkarmin fyri 2013. Neyðugt verður at hækka játtanina til Útlendingastovuna 2,2 milliónir krónur, sigur Innlendismálaráðið. Neyðugt verður eisini at skipa eina Útlendingakærunevnd, sum kostar 900.000 krónur um árið. Millum annað skal ein løgfrøðingur setast at umsita kærumálini. Sum er kostar Útlendingastovan 2,2 milliónir krónur Útlendingastovan, sum varð stovnað 1. juli í 2008, skal undir Umhvørvisstovuna 1. juli í ár. Aftur í hesari tingsetuni er komið eitt uppskot um at yvirtaka útlendingamál og marknaeftirlit 1. januar í 2013. Tjóðveldi eigur tað uppskotið. Í samgonguskjalinum stendur bara, at útlendingamál verða yvirtikin. Eingin dagfesting er sett á yvirtøkuna. Øll í kommunustýrinum mæla fólki til at siga nei á fólkaatkvøðuni, og tað sama gera tey, sum høvdu orðið á borgarafundinum í Vestmanna í gjár. Fólk søgdu seg ikki síggja nakað endamál við fólkaatkvøðuni, tí fólk hava einki at taka støðu til, og landsstýrið megnar ikki at svara teimum ivaspurningum sum eru, millum annað fíggjarligu avleiðingarnar. Ført varð eisini fram, at Vestmanna kommuna er før fyri at svara sínar skyldur, sum er at útbyggja kommununa, og kommunan er eisini klár at fara í samstarv við grannakommunurnar, Kvívík og Tórshavn, um umsitingarlig málsøki, gerst tað neyðugt. Eingin á fundinum segði seg síggja nakran fyrimun at leggja saman við Tórshavnar kommunu, hvørki fíggjarliga ella í tænastuveiting. Og so endaði alt við tí loyniliga sanginum á nýggju 200 fløguni. Tá ið BADH sangurin var spældur í Mælt seinasta fríggjakvøld var tað aðru ferð nakrantíð, at teir spældu sangin. Ein orsøk er kanska, at har er eingin uppskrift, teir finna bara uppá so hvørt sum teir syngja og spæla. Og uttan at fara at yvirtulka, so er tað jú helst tað sum er meiningin við sanginum sum eitur BADH. At har er eingin uppskrift. Hjá BADH. Súsanna Danielsen segði seg heldur ikki hava havt nakra uppskrift. Tað endaði bara soleiðis, at hon hevur verið í politiska eyganum seinastu trý áratíggjuni. Men hon hevur havt eina uppskrift. Hon hevur gjørt sítt arbeiði. Ordiligt. Saman við samfelagsrevsarunum og løgtingsstjóranum var eisini rástyrki og ráur vilji. Jákup Súni Berg og Bogi Hammer hava viljan, eginleikarnar og ikki minst hava teir lagt orkuna í at gerast sterkast í Føroyum. Mælt vil vera pallurin har okkara bestu síggjast. Vit vilja sjálvandi helst at tit hyggja tá vit senda ella á heimasíðu okkara. Men vit vilja eisini gera okkara fyri at áhugaverdu gestirnir og tann fantatiski tónleikurin sleppur longur út í heim. Tí leggja vit partar av hvørjari Mælt sending á tann almenna Kringvarpsprofilin á Youtube. Eingin av teimum sjey býráðslimunum, sum tóku lut á fundinum, segði seg taka undir við, at Eysturoyggin verður skipað sum ein kommuna eftir tí leisti, sum Innlendismálaráðið leggur upp til. Grundleggjandi fatanin millum býráðslimirnar í Eysturkommunu er, at málið er alt ov illa lýst og tað er ógreitt, hvat landspolitikararnir yvirhøvur ætla við samanleggingini. Tí síggja býráðspolitikararnir í løtuni onga orsøk til at taka undir við, at Eysturkommuna kastar saman við Fuglafjarðar, Nes , Runavíkar og Sjóvar kommunu í eina stóra felagskommunu í Eysturoynni. Somu fatan hevði fundarfólkið á borgarafundinum í Lorvík í gjár. Bara ein fjórðingur av teimum 76 fólkunum á borgarafundinum svaraðu JA til spurningin um kommunusamanlegging, tveir triðingar vóru ímóti, meðan stívliga tíggjundi hvør hevði ikki tikið støðu. Tey fýra feløgini sum eru eftir í kappingini eru hesi Víkingur, EB Streymur, HB og FC Suðuroy. 3 2 vísir í kvøld øll málini frá fjórðingsfinalunum í Løgmannssteypinum, og síðan verður drigið um hálvfinalurnar. Serliga trý viðurskifti eyðkendu árið í fjør. Samtakið fekk flestu tryggingarskaðar í søgu felagsins, størsti einstaki skaðin nakrantíð hendi, tá Athena brendi, og tað vísti seg at vera ein góður handil at keypa Eik Banka. Eginpeningurin hjá TF Samtakinum er nú 2,2 milliardir krónur. Tryggingarfelagið Føroyar fekk 3.400 fráboðanir um skaðar eftir ódnina í november í fjør. Skaðarnir kostaðu Tryggingarfelagnum 52 milliónir krónur Tryggingarfelagið Føroyar hevði hálva fjórðu millión í vinningi eftir skatt í fjør. Tá sagt verður, at ferð er komin á javnstøðuna í politikki, verður sipað til fólkatingsvalið og løgtingsvalið í fjør. Demokratia, nevndin fyri øktum kvinnuleikluti í politikki, sigur í ársfrágreiðing sínari fyri 2010 og 2011, at nú eru 30 prosent av løgtingslimunum kvinnur. Tær vóru 21 prosent eftir valið í 2008 og níggju prosent eftir valið í 2004. Men, sigur Demokratia, arbeiðssetningur nevndarinnar er ikki rokkin, fyrr enn Føroyar hava rokkið hinum Norðurlondunum, har eini 40 prosent av tjóðartingslimunum eru kvinnur. Kvinnur mugu halda seg framat Demokratia vísir eisini á, at bara ein kvinna og sjey menn eru í landsstýrinum. Í landsstýrinum, sum var undan hesum, vóru tríggjar kvinnur og fýra menn. Tó eiga politisku flokkarnir ikki ábyrgdina einsamallir. Umráðandi er eisini, at kvinnur, sum hava hug, evni og umstøður, sjálvar halda seg framat og síggja møguleikar heldur enn forðingar, sigur Demokratia. Vald tekur ein sjálv í staðin fyri at bíða eftir at fáa valdið frá øðrum, sigur Demokratia. Nú kommunuval verður í november, fer Demokratia at arbeiða fyri at fáa fleri kvinnur í kommunustýrini. Eftir kommunuvalið í 2008 eru 30 prosent av kommunustýrislimunum kvinnur. Meirilutin í Fíggjarnevndini mælir frá at lata 500.000 krónur til filmsgerð, 300.000 krónur til Symfoniorkestrið og 500.000 krónur til Eftirskúlan í Suðuroynni. Orsøkin er, sigur meirilutin, at uppskotini halda ikki meginregluna um, at eykajáttanir skulu vera útreiðsluneutralar. Tað merkir, at pengarnir, ið skulu latast sum eykajáttan, skulu takast aðra staðni í fíggjarlógini. Tjóðveldi skjýtur eisini upp at flyta 650.000 krónur av kontuni ymiskir studningar, sum Mentamálaráðið ræður yvir, til Mentanargrunnin. Hetta uppskotið er útreiðsluneutralt. Men her hava samgongumenninir í Fíggjarnevndini eina aðra orsøk til at mæla løgtinginum frá at samtykkja uppskotið. Og tað er afturvendandi frágreiðingin hjá øllum samgongum, tá støða skal takast til uppskot hjá andstøðuni. Bárður Nielsen, Jákup Mikkelsen, Rodmundur Nielsen og Bill Justinussen siga, at landsstýrismaðurin í mentamálum hevur upplýst, at hann arbeiðir við málinum og væntar at koma í løgtingið við einum uppskoti í heyst. Tjóðveldi sigur, at Mentamálaráðið hevur nógvar smáar stuðuljáttanir, til samans 650.000 kr, til mentanarátøk. Tað er góður fyrisitingarsiður, at stuðulsjáttanir ikki eru ov nær landsstýrisfólkinum. Tí eigur Mentanargrunnurin at fáa tær 650.000 krónur at ráða yvir, so hann avger, hvussu stuðulin frá landinum til list og mentan skal raðfestast. Men sambært samgongumonnunum í Fíggjarnevndini verður hetta gjørt í heyst, tá landsstýrismaðurin kemur við uppskoti um tað. Fjórðingsfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið eru nú spældar, og greitt er, at Víkingur, HB, EB Streymur og FC Suðuroy skulu spæla hálvfinalurnar, sum verða í mai mánaði. Í Klaksvík stýrdi Kí fyrra hálvleiki í dystinum ímóti arvafíggindanum HB. Henry Heinesen skoraði tvær ferðir. Men í seinna hálvleiki vaknaði HB, og við málum frá Fróða Benjaminsyni og Andrew á Fløtum komu teir uppá javnt. Í longdu spælitíðini legði Andrew av Fløtum HB á odda, og Símun Samuelsen økti. Kí legði síðani eitt stórt trýst á HB, men hóast Jóhan Jacobsen fekk minkað um munin, avgjørdi HB dystin við máli frá Kristin Mouritsen, sum skoraði til endaliga úrslitið 3 5. Tað var eisini neyðugt við longdari leiktíð á Toftum, har B68 tók ímóti Víkingi. B68 spældi í undirtali, men megnaði at koma á odda við máli frá Niclas Joensen. Men Víkingur fekk vent dystinum. Liðformaðurin Atli Gregersen skoraði tvey mál innan fáar minuttir tað seinna við brotssparki. Sostatt eru víkingarnir klárir til hálvfinaluna. Eb Streymur greiddi sína skyldu við einum 3 1 sigri á Argjum. Hans Pauli Samuelsen legði teir á odda við beinleiðis hornasparki. Leif Niclasen økti 15 minuttir fyri leiklok eftir snarálop, og 5 minuttir seinni avgjørdi Sorin Anghel dystin. Martin Midjord fekk pyntað fyri AB til endaliga úrslitið 1 3. Tað var næstan ikki spælandi fyri vindi á Eiðinum í Vági, tá FC Suðuroy sendi B71 heim við einum 5 1 tapi. Tummas Hans Rubeksen legði B71 á odda í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki skoraði FC Suðuroy fimm ferðir. Stóri leikarin, John T. Poulsen, skeyt fýra mál, harav tvey við brotssparki. Hitt málið fekk Palli Augustinussen. Tær 720.000 krónurnar, sum Fiskimannafelagið stevndi trotabúnum Faroe Fish II eftir, vera verandi í búnum. Tí Fiskimannafelagið hevur tapt sakarmálið í Føroya rætti. Felagið kann tó fara í Landsrættin við málinum. Talan er um makrelfiskiskapin hjá ísfiskatrolaranum Lerki á sumri 2010. Av tí at hetta var fyrstu ferð, ísfiskatrolari fór at royna eftir makreli, varð gjørd ein seravtala um hýru millum reiðaríið og manningarfeløgini fyri yvirhøvur at fáa fólk. Eingin visti, um royndin eftir makreli fór at eydnast, og tí høvdu menn ongan serligan hug at mynstra. Tí varð gjørdur ein sersáttmáli, sum gav 1700 krónur um dagin. Men makrelfiskiskapurin hjá Lerki eydnaðist stak væl. So væl, at bleiv manningin avroknað eftir galdandi sáttmála, hevði hon fingið nógv meira enn 1700 krónur um dagin. Fiskimannafelagið segði, at tað hevði onga seravtalu undirskrivað, og kravdi, at menninir fingu hýru sambært sáttmálanum. Trotabúgvið Faroe Fish II arvaði trætuna millum reiðaríið og Fiskimannafelagið. Og fríggjadagin gav Føroya rættur trotabúnum viðhald. Seravtalan var galdandi fyri makrelfiskiskapin í 2010, sigur rætturin. Tað gongur illa at fáa pengar til at granska Eik grunnin. Sambært grunnalóggávuni skal ein grunnur, sum verður granskaður, sjálvur rinda granskingina, men grunnamyndugleikin, í hesum førinum Skrásetingin, leggur pengarnar út. Skrásetingin metir, at granskingin kostar hálva aðru millión. Eik grunnurin verður viðgjørdur sum trotabúgv. Skrásetingin kravdi pengarnar frá trotabúnum og bað um at fáa kravið viðgjørt sum krav, sum hevur framíhjárætt til at fáa pengar frá búnum. Men tað vildu bústjórarnir ikki, og teir bóðu Føroya rætt avgera málið. Føroya rættur sigur, at kravið hevur ikki framíhjárætt. Skásetingin fer ikki í Landsrættin við málinum, hóast talan er um nýggjan rættarsið, tí einki fordømi var um slíkt mál. Skásetingin hevur brúk fyri einari millión og 315.000 krónur afturat til granskingina. AElig tlanin er at biðja Vinnumálaráðið um eykajáttan. Eyðfinnur Jacobsen, advokatur, sum skal gera granskingina fyri Skrásetingina, hevur latið Skrásetingini eina ávegis frágreiðing. Endalig frágreiðing skuldi latast í seinasta lagi 1.juli í ár. Men tað veldst alt um, pengar fáast til granskingina. Tað er ein vandakós, um tilfeingisgjaldið verður brúkt til at fíggja raksturin hjá tí almenna. Tað ørkymlar Føroya Arbeiðsgevarafelag, at landsstýrið ætlar at marka tilfeingispengarnar til ávís endamál, og arbeiðsgevararnir mæla ístaðin til, at gjaldið fer í Búskapargrunnin. Víst verður á vandan, at atlit serliga verða tikin til inntøkurnar á fíggjarlógini fyri komandi árið, heldur enn at tryggja eina burðardygga veiðu. Stór sveiggj kunnu vera í inntøkum frá tilfeingi ár undan ári. Tí verður torført at gera langtíðar fíggjarætlanir, har sum inntøkurnar frá tilfeingisgjaldi eru ein føst inntøka. Tað má ikki henda, at politiska skipanin fer at tillaga tilfeingisgjaldið eftir, hvussu nógv skal til fyri at fáa endarnar at røkka saman í almenna rakstrinum, heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag. Tað eru feløg hjá Tummasi Christophersen, Dánjali Jacobsen og Eyðuni Olsen, sum eiga p f Vestmanna Seafood, skrivar heimasíðan hjá kommununi. Ymsar ábøtur og dagføringar skulu gerast, so arbeiði verður ikki fyrstu tveir mánaðirnar. Nýggju eigararnir vita ikki reiðiliga, hvussu nógv fáa arbeiði á fiskavirkinum. Tað veldst um, hvussu nógva rávøru virkið fær keypt, skrivar Vestmanna Kommuna, sum fegnast um, at vestmenningar aftur eiga fiskavirkið. Einki virksemi hevur verið á fiskavirkinum í Vestmanna, síðan Faroe Seafood fór á húsagang á heysti 2010. Faroe Origin yvirtók Faroe Seafood, og sum skilst hevði felagið ongantíð ætlanir um at lata virkið í Vestmanna uppaftur. Eyðun Olsen verur stjóri á fiskavirkinum í Vestmanna. Landsstýrið hevur ikki sett pengar av til fleiri fólk á Almannastovuni, hóast Almannamálaráðið ásannar, at lógirnar fara at krevja nógv størri umsiting. Talan er um at broyta lógina um dagpengar og lógina um arbeiðsfremjandi tiltøk. Almannastovan sigur, at onnur lógin krevur trý starvsfólk afturat og hin fýra. Tí mælir Almannastovan til, at hon fær ein startpakka , sum er tríggjar milliónir krónur afturat í 2013 og 2014, sum so kunnu fara av aftur játtanini í 2015, 2016 og 2017, ein millión um árið. Almannamálaráðið sigur, at aðrar broytingar í almannaverkinum helst fara at hava við sær minni umsiting og rakstrarfyrimunir á Almannastovuni. Men Almannastovan heldur fast um, at samanumtikið er eingin orka til avlops at brúka til at fremja ætlaðu lógarásetingarnar. Verkætlanin hjá Orku og Granskingardeplinum á Kambasdali er sera ivingarsom. Tað sæst í metingini hjá Jarðfeingi, sum ráðgevur landsstýrinum, tá stuðul skal latast til alternativar orkuverkætlanir. Í játtanarkørmunum næsta ár eru 1,4 milliónir krónur settar av til orkudepilin, sjálvt um Jaðfeingi heldur, at raksturin er ivasamur. Í fjør hótti Innlendismálaráðið við at smekka lokið á pengakassan. Í brævi til Rhesa, sum hevur tikið stig til depilin á Kambsdali, skrivaði Innlendismálaráðið, at orkudepilin fær góða hálva millión í stuðli, men at ráðið sum útgangsstøði ikki ætlar at stuðla verkætlanini á Kambsdali meira, tí at hon longu hevur fingið meira enn 4,5 milliónir krónur. Men sjálvt um Jarðfeingi setir stórt spurnaðartekin við orkudepilin á Kambsdali, so tykist hetta ikki nerva landsstýrið og Vinnumálaráðið, sum hevur tikið yvir málsøkið. Í øllum førum hevur landsstýrið gjørt av at seta 1,4 milliónir krónur av til orkudepilin á Kambsdali. Hetta stendur greitt tilskilað í búskaparfrágreiðingini til játtanarkarmarnar fyri 2013, sum landsstýrið hevur lagt fyri tingið. Handverksmeistarafelagið umboðar 15 av teimum 21 fyritøkunum, ið eru undangóðkendar at bjóða upp á tær átta stóru arbeiðstøkurnar í verlætlanini. Klokkan tvey, mánadagin 21. mai, verða tilboðini latin upp. Í brævi, Handverksmeistarafelagið hevur sent Landsverki, verður gjørt greitt, at breið semja er um, at tørvur er á at gera rættingar í útbjóðingartilfarinum. Felagið vísir á seks, ítøkilig viðurskifti, sum skulu fáast í rættlag. At tilboðs og nøgdarlistar mugu útgreinastAt neyvar nøgdir verða settar inn í tilfarið, so at øll bjóða á jøvnum føtiAt útboðstilfarið má gerast meira eintýðugtAt alt ov stórur partur av projekteringini verður lagdur yvir á entreprenørarnarAt tilvísingarnar í tekningunum mugu vera neyvari og vísa til viðkomandi tekningarOg at tørvur er á at definera markamótini millum ymsu fakini Handverksmeistarafelagið sigur, at tað er fullur uppbakningur frá undangóðkendu limunum til, at felagið mælir limunum frá at bjóða upp á arbeiðið, um omanfyri nevndu broytingar og ábøtur ikki verða gjørdar í útboðstilfarinum. Afturat hesum seks, ítøkiligu viðurskiftum er Handverksmeistarafelagið eisini grundleggjandi ímóti mannagongdunum í sambandi við undangóðkenningina. Í brævinum til Landsverk skrivar felagið at Vit høvdu eina greiða avtalu við tykkum um at arbeiðið skuldi bjóðast út í nøkrum størri fakentreprisum, har áhugaðar fyritøkur skuldu undangóðkennast til hesar, og ikki sum nú í stýringsentreprisum. Felagið heldur fast í kravinum um, at tað bert eiga at vera undangóðkendu fyritøkurnar við neyðuga fak kunnleikanum, sum bjóða og fremja útbodnu fakentreprisurnar. Tá val eru í Føroyum, er tað í flestu førum uppgávan hjá landsfólkayvirlitinum at fáa valkortini prentað og send til veljararnar. Dagførdir vallistar verða samstundis sendir kommununum, skrivar Umhvørvisstovan á heimasíðuni. Í mun til løgtingsvalið herfyri, eru nøkur valstøð broytt Í Klaksvík verður valt í Býráðshøllini, í Kvívíkar kommunu verður valt í skúlanum, og á Toftum, í Leirvík og í Gøtu verður valt í fimleikarhøll skúlans. Øll valstøðini síggjast í hesum yvirliti Føroyar fáa einki barnaumboð í hesum umfarinum, tí meirilutin í Rættarnevndini mælir tinginum frá at samtykkja uppskotið hjá tveimum limum í tjóðveldi. Landsstýriskvinnan í almannamálum, Annika Olsen, hevur upplýst fyri nevndini, at Almannamálaráðið arbeiðir við einum uppskoti um barnaumboð, sum eftir ætlan verður lagt fyri tingið í heyst. Meirilutin í Rættarnevndini sigur, at hann stuðlar ætlanini hjá landsstýrinum og vil geva landsstýrinum arbeiðsfrið til at viðgera málið gjølla. Páll á Reynatúgvu og Sirið Stenberg í Tjóðveldi skjóta upp at seta eitt barnaumboð undir Løgtingsins umboðsmanni. Barnaumboðið skal tæna børnum og bøta um korini hjá børnum. Triðja og avgerandi finalan gjørdist, líka sum tær báðar undanfarnu, ógvuliga tøtt og spennandi. Hesaferð var tað aftur bara tað eina málið, sum skilti partarnar. H71 vann 21 20, eftir at hálvleiksstøðan var 8 7. Orsøkin til at so fá mál komu í dystinum var, at báðar verjurnar spældu sera væl. Málverjarnir vóru eisini væl fyri. Í seinna hálvleiki eydnast tað H71 at fáa eina trý málsleiðslu. Tó svaraði KÍF aftur og kláraði at minka munin niður í eitt mál. KÍF hevði tó tíð til at javna í síðsta álopinum í dystinum, men hetta eydnaðist ikki. Tríggjar FM finalur skulu til fyri at finna besta hondbóltsliðið hjá monnum í Føroyum. Tað er greitt, eftir at KÍF og H71 hava vunnið hvør sín finaludyst. KÍF vann annan finaludystin 22 21, og mikukvøldið vunnu hoyvíkingar fyrsta finaludystin 21 20. Sostatt er lagt upp til eitt brak í ítróttarhøllini í Kollafirði í morgin, tá hesi bæði liðini hittast til seinastu og avgerandi finaluna um, hvør verður føroyameistari í bestu deildini í hondbólti hjá monnum. Dysturin byrjar klokkan 16, og útvarpið sendir beinleiðis frá dystinum. Toppdystur var í Fuglafirði í dag, har tvey av oddaliðunum, ÍF og Víkingur, hittust. Víkingur vann dystin 2 1. Joseph Bassene og Hjartvard Hansen skoraðu málini hjá Víkingi, meðan Høgni Zachariassen skeyt málið hjá ÍF. Í Gundadali var Leif Niclasen dagsins maður hjá EB Streymi, tí hann skoraði bæði málini hjá sundalagsmonnum. Jonas Flindt Rasmussen minkaði um munin fyri B36. Hetta hevur við sær, at Víkingur nú liggur á odda í deildini við 13 stigum. HB er nummar tvey við 11 stigum, meðan ÍF og B36 verða standandi á 10 stigum. Í Vági vann B68 1 0 móti FC Suðuroy við máli, sum Christian Høgni Jacobsen skoraði, tá ein góður tími var spældur. Í Runavík vann HB 4 2 móti NSÍ aftan á at hava verið aftan fyri 2 0 í hálvleikinum. HB brendi tvey brotsspark, men megnaði kortini at koma afturíaftur og vann dystin við tveimum málum. Seinasti dysturin í fimta umfari varð spældur í Klaksvík millum KÍ og TB. Tann dysturin endaði við málleysum javnleiki. Annað árið á rað hava Neistakvinnurnar vunnið føroyameistaraheitið og annað árið á rað vunnu tær á Stjørnuni. Seinni finaludysturin millum Stjørnuna og Neistan endaði við, at Neistin vann 32 27. Neistin var betra liðið, var niðurstøðan hjá frásøgumonnunum hjá kringvarpinum, aftan á seinnu FM finaluna millum Neistan og Stjørnuna. Longu tá eitt korter var spælt, var Neistin framman fyri við sjey málum, og munurin helt sær í gjøgnum so at siga allan dystin. Sigurin var ongantíð í vanda, staðfesti venjarin hjá Neistanum eftir dystin, og hesum var liðskiparin hjá Stjørnuni, Una Olsen, samd við honum í og staðfesti, at sigurin hjá Neistanum er væluppiborin. Aksel Johannesen, formaður í javnaðarflokkinum, hevur tikið sætið á fólkatingi fyri Sjúrða Skaale, sum er í farloyvi. Eitt sindur undarligt, at Aksel tekur við hesi uppgávu á danatingi, tí hann er formaður í andstøðuflokki, sum hevur funnist hvassliga at fíggjarkarmunum, sum samgongan hevur lagt fram. Tað sømir ikki formanninum í javnaðarflokkinum, at hann er burtur, tá málið um fíggjarkarmarnar er til viðgerðar í tinginum. Hann hevur sjálvur ført fram, at samgongan skeiklar samfelagið við sínum ætlaða politikki, men helst hevur formaðurin í javnaðarflokkinum lagt kongin, tí hann hevur biðið løgtingið um farloyvið. Annars eru játtanarkarmarnir í júst fíggjarnevndini hjá løgtinginum, har Aksel Johannesen er annað umboðið hjá javnaðarflokkinum. Tá álitið er skrivað, skulu karmarnir til 2. og 3. viðgerð, men tað verður uttan formannin í javnaðarflokkinum, tí hann roynir seg í donskum politikki. Reyðrótabúffar 6. stk Tilfar 1 lítlan leyk 1 bát av hvítleyki 250 g av malnum neytakjøti 10 12 feitt 250 g av malnum svínakjøti 10 12 feitt 1 frac12 tesk av salti frac14 tesk av pipari 2 súpisk av persillu 1 egg 60 g 1 dl av hveitimjøli frac12 1 dl av mjólk 200 g av rivnum reyðrótum 100 g av soppum Bakaðar rótfruktir Tilfar 1 kg av blandaðum rótfruktum 1 súpisk av olju Salt og pipar 2 perir 50 g av valnøtum 50 g av rukola Dressing Tilfar 2 súpisk av hunangi 2 súpisk av balsamico eddiki 1 súpisk av vatni Salt, pipar og hvítleyk Arbeiðsháttur Sker leykin og hvítleykin smátt Rør restina av tilfarinum saman Rív reyðrøturnar og sker sopparnar smátt og rør í farsi Evna til 6 búffar Hita oljuna á einari pannum og steik búffarnar í umleið 10 min á hvørjari síðu Arbeiðsháttur Flys grønmeti og sker í bátar ella puntar Koyr oljuna omanyvir grønmeti og stroy við salti og pipari Koyr grønmeti í eitt ovnfast fat Hita ovnin til 190 c og baka í mitt í ovninum í uml. 40 min. Sker perurnar í bátar, valnøturnar í 4. Blanda alt tilfari saman Rør tilfarið til dressingina saman og koyr omanyvir salatið 1. februar 2012 var fólkatalið 48.278, tað er 214 fólk færri enn 1. februar 2011. Í hesum tíðarskeiði vórðu 585 børn fødd, og 366 fólk doyðu. Burðaravlopið var 219. Samstundis fluttu 1.692 fólk av landinum, meðan 1.259 fluttu til Føroyar. Hetta gevur eina nettoflyting av landinum uppá 433 fólk. Fólkatalið minkaði í 23 kommunum, vaks í 6 kommunum og var óbroytt í einari kommunu. Størsti vøksturin við 31 fólkum var í Vága Kommunu. Hetta kemst av stórum burðaravlopið og tilflyting. Fólkavøksturin í Klaksvíkar Kommunu svarar á leið til minkingina í hinum kommununum í Norðoyggjum. Tað er flytingin, sum ger henda munin, tí burðaravlopið í Klaksvík er lítið og onki. Størsta minkingin í fólkatalinum var í Tórshavnar, Nes, Fuglafjarðar, Runavíkar, Sands, Sørvágs og Sumbiar kommunum, og er tað serliga stóra nettofráflytingin, ið ger munin. Lutfalsliga var størsta minkingin í Húsa, Kunoyar og Sumbiar kommunum. Útlendskur eigaraskapur í føroysku fiskivinnuni krevur eina djúptøkna fakliga viðgerð og eigur at vera viðgjørdur í nevnd, sum verður sett at gera uppskot um at nýskipa alla fiskivinnuna, sum hon er. Tað heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag í viðmerking um uppskotið hjá Tjóðveldi at strika allan útlendskan eigaraskap í fiskivinnuni fyri 2018. Lógaruppskotið viðvíkjandi útlendskum eigaraskapi í føroyskum fiskiførum er sera víðfevnt og krevur eina meira djúptøkna fakliga viðgerð enn ta, sum er í hesum uppskotinum, sigur Vinnuhúsið. Føroya Arbeiðsgevarafelag sigur eisini, at reglurnar í galdandi lóg er ógreiðar í støðum. Galdandi lóg loyvir útlendingum at eiga upp í ein triðing. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur sagt, at landsstýrið í heyst fer at endurskoða fiskivinnulóggávuna. Tá er millum annað ætlanin at útiloka útlendskan partapening í føroyskum fiskiskipum. Andstøðan á tingi hevur uppskot um at seta eina nevnd við fólki úr øllum flokkum at endurskoða fiskivinnupolitikkin. Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur heldur ikki undir við uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum um, at manningin á fiskiskipum, sum eru undir føroyskum flaggi, eiga at fáa hýru eftir sáttmálunum hjá føroysku manningarfeløgunum. Tað er grundleggjandi óheppið, at løgtingið ásetur lønarviðurskifti millum partar á arbeiðsmarknaðinum við lóg. Halda politikararnir kortini, at tað er neyðugt amboð til tess at stýra fiskiskapinum, ber til at áseta hesar treytir um hýru í fiskiloyvunum, sigur Arbeiðsgevarafelagið. Øll trý fiskivinnuuppskotini hjá andstøðuflokkunum eru í Vinnunevndini í løtuni. Ikki bara fakfeløg hava áhuga í Lív, tí TF Holding vil framvegis sleppa at keypa eftirlønarfelagið. TF Holding bjóðaði eisini, tá Vinnumálaráðið valdi at taka av tilboðnum frá BankNordik, sum var uppá 35 miljónir krónur Regin Hammer, forstjóri í TF Holding sigur, at fortreytirnar fyri at reka pensjónsvirksemi í Føroyum eru munandi broyttar. Tí er tørvur á ávísum kanningum, áðrenn endalig støða verður tikin, um TF Holding skal standa við sítt tilboð, sum er grundað á táverandi útbjóðingartilfar frá Føroya Landsstýri. TF Holding hevur so boðað Vinnumálaráðnum frá, at felagið framvegis vil keypa Lív, sigur forstjórin. Fleiri fakfeløg arbeiða við eini ætlan at geva Vinnumálaráðnum eitt tilboð upp á helvtina av Lív. Væntandi verður kanningararbeiðið hjá fakfeløgunum liðugt um mánaðarskiftið, og fakfeløgini geva ætlandi Vinnumálaráðnum sítt boð fyrst í mai. Monaco er ovast í evropeiska yvirlitinum við 95 . Men Norðurlond eru eisini frammalaga, tí fimm av átta teimum fremstu londunum, eru Ísland, Føroyar, Norra, Danmark og Svøríki. ES kanningin vísir, at umrokna í mun íbúgvaratalið eru vit væl við og liggja á fjórða plássi við 57 prosentum. Her sæst yvirlitið At spoilararnir ikki virkaðu eftir vild, tá flogfarið setti seg á Sørstokken floghavnini í Stord, er ikki einsamalla orsøkin til vanlukkuna, sigur norska skaðanevndin. Flogfarið hjá Atlantsflogi megnaði ikki at steðga og fór av breytini. Fýra fólk lótu lív, tá flogfarið kolaðist upp. Serliga tríggjar orsøkir høvdu við sær, at vanlukkan bleiv so ógvuslig, sigur skaðanevndin. Slagið av flogførum er ein orsøk, flogvøllurin ein onnur og triðja orsøkin er tað, sum flogskipararnir gjørdu. Sí alla frágreiðingina um vanlukkuna her Í Havn vann Neistin 27 23 á Stjørnuni, og í Kollafirði vann H71 21 20 á KÍF. Seinnu finalurnar verða leygardagin. Kl.15.00 spæla Stjørnan og Neistin í KÍ høllini, og kl.17.00 spæla H71 og KÍF í Hoyvíkshøllini. Stjørnan og KÍF mugu vinna hesar dystir, um tey skulu fáa ein møguleika aftrat. Tað er ikki nóg mikið at spæla javnt, tí skipanin í finalunum er best av tveimum dystum. Verður neyðugt við triðja dysti, verða teir í Havn og í Kollafirði sunnudagin. Landsstýrið eigur at taka árligu frágreiðingarnar hjá løgtingsgrannskoðarunum um landsroknskapin í álvara og gera okkurt við teir skeivleikar, sum løgtingsgrannskoðararnir gera vart við ár eftir ár. Tað sigur fíggjarnevndin hjá løgtinginum, sum hevur viðgjørt frágreiðingina fyri 2010. Fíggjarnevndin heldur ikki, at landsstýrið tekur viðmerkingarnar hjá løgtingsgrannskoðarunum í nóg stórum álvara, tá tað so ofta kemur fyri, at løgtingsgrannskoðararnir ferð aftan á ferð vísa á somu skeivleikar, og tá løgtingsgrannskoðararnir enn tá verða noyddir at átala landsstýrið. Løgtingsgrannskoðararnir vísa millum annað á, at alt ov fáar rakstrarjáttanir hava upplýsingar um mál, avrik og úrslit. Um mál og avriksstýring framhaldandi skulu vera amboð hjá almennu fíggjarstýringini, noyðist landsstýrið at krevja, at amboðið verður brúkt. Fíggjarmálaráðið eigur annars eisini at kanna, um nóg nógv fæst burtur úr orkuni, sum verður brúkt um mál og avriksstýring, heldur fíggjarnevndin. Guðrið Højgaard er útbúgvin cand. merc, og hevur seinastu sjey árini arbeitt sum marknaðarleiðari fyri ferðaráðið í svenska høvuðsstaðnum Stokkhólmi. Áðrenn tað arbeiddi hon í fimm ár hjá Vitjan Danmark skrivstovuni í Stokkhólmi sum marknaðarleiðari. Endurstovnaða Ferðaráð Føroya er stovnur undir Vinnumálaráðnum, og tað er Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, sum hevur sett Guðrið Højgaard í starv. Hon byrjar 1. mai. Barnafamiljur og fólk yvir 67 ár fáa eftir 1. mai eitt størri ískoyti frá Heilsutrygd, tá ið tey keypa brillur og brillugløs. Nýggj kunngerð er lýst um ískoytið til brillustell og brillugløs. Nýggja kunngerðin ásetir, at ískoytið verður latið til at keypa brillur og brillugløs til børn yngri enn 16 ár og til pensjonistar. Higartil hevur verið smábýtt, men nú fáa barnafamiljur og tey eldru eitt ískoyti, sum munar, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum. Heilsutrygd letur ískoytið til at keypa brillur og brillugløs ímóti kvittan, ella sambært avtalu millum veitarar og Heilsutrygd um beinleiðis avrokning. Nýggja skipanin hjá Interkommunala Renovatiónsfelagsskapinum verður broytt í næstum, tí ruskbilarnir kunnu taka bæði vanliga gráa posan við burturkasti og hvíta posan til pappír samstundis. Nýggja skipanin hevur við sær, at ruturnar verða broyttar, so ruskbilarnir heinta burturkast aðrar dagar enn í dag. Nýggja heintingin byrjar 23. apríl, tó verður skipanin í Suðuroy óbroytt á hesum sinni. Fiskimálaráðið væntar ikki, at móttøkuorkan á landi og á skipum undir føroyskum flaggi klárar at taka ímóti øllum makrelinum til matna í summar. Tí sleppa útlendsk móttøkuskip inn á makrelfeltið at taka ímóti makreli, rinda tey tvær krónur í avreiðingargjaldi fyri kilo. Men tað vera tó tvey sløg av útlendskum móttøkuskipum, harav onkur sleppa undan avreiðingargjaldinum. Sambært skjølum hjá Fiskimálaráðnum sæst, at nøkur skip sleppa bíligari enn onnur. Fiskimálaráðið skrivar millum annað at avreiðingargjald kann tó ikki leggjast á avreiðingar til skip úr londum, sum Føroyar hava handilssáttmála við og hava bundið seg til ikki at seta í verk tiltøk, sum kunnu forða handli partanna millum ella eru kappingaravlagandi. Tað ber í sær, at móttøkuskip undir íslendskum flaggi kunnu taka ímóti føroyskum makreli, uttan at avreiðingargjald á tvær krónur kilo verður kravt. Umframt treytaleysa dómin skal maðurin eisini rinda Kringvarpinum góðar tvær milliónir og 773.000 krónur aftur. Dómarin segði, at ikki bar til at gera dómin ella part av dóminum treytaðan, tí talan er um so nógvar pengar, og so skipaðan undandrátt í so nógv ár hjá einum manni í einum trúnaðarstarvi. Harafturat fóru allir pengarnir til mannin sjálvan. Hinvegin fekk maðurin ikki hálvt triðja ár, sum ákærin kravdi, tí hann frá fyrsta degi hevur hjálpt politinum við at avdúka málið, og tí eftirlitið við bókhaldinum var so vánaligt. Maðurin tók ikki við dóminum, men bað saman við verjanum um tíð at hugsa seg um, antin hann skal skjóta dómin inn fyri Landsrættin. Føroya Rættur hevur longt varðhaldsfongslingina til 16. mai. Tað var gjørt eftir egnum ynski frá manninum og verja hansara. Ákæruvaldið vildi eisini hava varðhaldsfongslingina longda. Júst í dag hevur maðurin sitið fimm mánaðir í varðhaldinum. Bergleif Brimvík, kanningarleiðari, sigur, at bíðað verður eftir mentalkanningini. Fyritøkur sleppa at skylda fýra rokningar fyri meirvirðisgjald, áðrenn TAKS sleppur at strika skrásetingina hjá virkinum. Hetta heldur minnilutin í Fíggjarnevndini, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi, vera í so lagaligt. Freistin gevur fyritøkum møguleika at upparbeiða eina stóra skuld til landskassan, áðrenn hamarin fellur. Minnilutin heldur tó, at uppskotið hjá Jørgeni Niclasen er eitt stórt framstig samanborið við galdandi heimildir hjá TAKS. Sambært Fíggjarmálaráðnum kæra fyritøkur um, at tað loysir seg ikki hjá teimum at bjóða upp á arbeiði ella tænastur, tí tær eru uppi í móti fyritøkum, sum sleppa sær undan at gjalda meirvirðisgjaldið og tí kunnu geva lægri boð. Lógarbroytingin skal eisini forða fyri, at somu fólk ferð eftir ferð byrja virksemi uttan at avrokna meirvirðisgjald til landskassan. Fíggjarmálaráðið vil eisini hava, at persónlig ábyrgd kann gerast galdandi ímóti leiðsluni í virkjum, sum halda fram ella byrjar rakstur, hóast skrásetingin er tikin aftur ella noktað. Lógaruppskotið gevur eisini TAKS loyvi til at fara í skattskyldugu inntøkuna hjá fólki eftir MVG eftirstøðunum. Bill Justinussen, sum kom við uppskotinum at senda málið aftur í nevnd, er annars í meirilutanum í Fíggjarnevndini, sum ikki vil hava grunnin, men nú landsstýrismaðurin hevur gjørt semju um hann, kann grunnurin sleppa at virka í tíggju ár. Samgongan er ikki so fegin um Sjúkrakassagrunnin, sum Karsten Hansen, landsstýrismaður, ætlar at stovna í vár. Men samgongulimirnir í Fíggjarnevndini virða kortini semjuna, sum landsstýrismaðurin hevur gjørt við sjúkrakassarnar. Teir fara tí ikki at mæla tinginum frá at atkvøða fyri uppskotinum um Sjúkrakassagrunn Føroya. Men grunnurin skal bara vera til í tíggju ár, søgdu Bárður Nielsen, Jákup Mikkelsen, Rodmundur Nielsen og Bill Justinussen. Meirilutin í Fíggjarnevndini mælir tí til at broyta lógina, so hon eisini sigur, at grunnurin skal innan tíggju ár hava útgoldið alt grunsfæið sum stuðul, so grunnurin er tómur. Karsten Hansen ætlar, at Sjúkrakassagrunnurin skal veita stuðul til átøk og verkætlanir, sum kunnu menna heilsuøkið í Føroyum, men sum ikki eru partur av rakstrinum av heilsuverkinum annars. Talan kann vera um gransking og upplýsing. Grunnurin skuldi eisini kunna selja ískoytisheilsutryggingar. Ognirnar hjá teimum 11 sjúkrakassunum, okkurt um 30 milliónir krónur, skulu í grunnin. Nógv orð troðka seg framat, tá ið man skal lýsa listamannin í Kirkjubø. Tróndur Patursson málar, teknar, sker, brennir og sveisar og hvør veit hvat annað. Víðakendur fyri sína bergtakandi glaslist og heimskendur í Føroyum fyri serliga bláa litin. Omaná tað heila er hann eisini ein ævintýrari. Teitur Lassen hevur heimin sum arbeiðspláss, men hann býr á Velbastað. Havnamaðurin, sum sleit seg leysan úr gyltum hafti, heldur fram við at syngja og spæla sín egna tónleik. Teitur er Teitur og fríggjakvøldið eru hann og Tróndur Patursson gestir. Fríggjakvøldið klokkan 19.25 Mælt Eysturkommuna fer at kunna borgararnar um sína støðu til kommunusamanlegging á borgarafundi í næstu viku. Tí vil Jóhan Christiansen, borgarstjóri, ikki gera nakrar viðmerkingar til útrokningarnar, sum kommunan hevur á heimasíðuni. Við roknskapinum fyri 2010 sum grundarlag hevur Eysturkommuna gjørt eina útrokning av, hvat tað fer at merkja hjá borgarunum í Gøtu og í Lorvík, um kommunan leggur saman við aðra, ella aðrar kommunur. Í Eysturkommunu búgva sløk 2.000 fólk, og í 2010 var skattaprosentið 22, tað er 21 nú. Tá var skuldin fyri hvørt fólk góðar 20.000 krónur, hvørt fólk rindaði slakar 36.000 krónur í skatti, tey rindaðu góðar 1000 krónur hvør í rentu, og tað vóru 76 borgarar fyri hvørt sambýlispláss. Útrokningin vísir, at um øll Eysturoyggin leggur saman í eina kommunu, so økist skuldin hjá hvørjum borgara við 6.000 krónur, inntøkan frá hvørjum borgara lækkar góðar 5.000 krónur, renturnar fyri hvønn borgara økjast við 390 krónur, og talið á borgarum fyri hvørt sambýlispláss tvífaldast, upp í 152. Leggur Eysturkommuna saman við Fuglafjarðar kommunu, sær frægari út. Tá økist skuldin hjá hvørjum borgara við sløkum 5.000 krónur, inntøkan frá hvørjum borgara minkar góðar 2.000 krónur, rentuútreiðslan hjá hvørjum borgara hækkar við 350 krónur, og tá vera 88 borgarar fyri hvørt sambýlispláss. Eysturkommuna hevur spurt fólk, hvat tey halda um samanlegging. 30 prosent halda, at Eysurkommuna skal vera sjálvstøðug kommuna, 29 prosent halda at leggjast skal saman við Fuglafirði, 20 prosent halda at Eysturoyggin skal vera ein kommuna, og seks prosent mæla til aðrar møguleikar, eitt nú Norðoyggjar, meðan 15 prosent søgdu seg ikki hava nakra støðu til málið um kommunusamanlegging. Í morgin hevur kroatin, sum er skuldsettur fyri at hava beint fyri Dánjali Peturi Hansen, verið fimm mánaðir í varðhaldinum, meðan politiið hevur kannað málið. Bergleif Brimvík, kanningarleiðari, sigur, at nú verður bíðað eftir mentalkanningini. Men kriminalpolitiið er farið at fyrireika málið at leggja fyri fútan til støðutakan. Nakrar avhoyringar verða eisini gjørdar, sigur Bergleif Brimvík, kriminalovasti. Fólkaskúlin skal spara. Tað ber í sær færri og størri skúlaflokkar. Endamálið við sparingini er at bjóða somu undirvísing fyri ein lægri kostnað, verður sagt í játtanarkørmunum. Men ber til at spara uttan at hetta fær avleiðingar fyri dygdina í undirvísingini í fólkaskúlanum Vertur er Beinta Løwe Jacobsen. Embætisfólk fara næstu dagarnar at gjøgnumganga øll hoyringssvarini og gera neyðugar rættingar. Politiski fylgibólkurin, sum hevur umboð úr øllum flokkum á tingi, verður kallaður saman í næstu viku at arbeiða víðari við uppskotinum og at viðgera innkomnu hoyringsskrivini. Eftirlønarlógin áleggur øllum millum 21 og 67 ár, sum hava tilknýti til arbeiðsmarknaðin, at rinda til egna eftirløn. AElig tlanin er, at eftirlønarlógin skal koma í gildi 1. januar 2013. Tað var ein glað familja Justesen, sum kom til Havnar við vinnaraseðlinum. Tey eru ikki samd í, at fríggjadagur 13. er ein óeydnisdagur. Tí júst fríggjakvøldið 13. apríl fingu tey fulla plátu í Gekkinum. Elsti sonurin gjørdi av, at tey skuldu koyra gekkaupphæddina í bláa leypin, og triðju ferð pápin snaraði Gekkahjóliðnum, rakti hann júst bláa leypin og vann harvið 230.000. Og sambært teimum, koma pengarnir sera væl við. Í bygninginum eystan fyri verður tikið ímóti fiskinum frá skipunum og har verður fiskurin eisini skildur. Bygningurin vestan fyri verður frystihøll. Tíðarætlanin heldur, og í næstu viku verður farið undir arbeiðið at inniloka bygningarnar, sigur Ólavur Bjarkhamar, limur í bygginevndini við heimasíðuna hjá Varðanum. Arbeiðið at seta upp framleiðslutól og frystiútgerð inni á virkinum gongur við fullari ferð, so samanumtikið má sigast at arbeiði gongur væl, sigur hann við heimasíðuna. Stjórin í Norðoya Sparikassa, Marner Mortensen, fegnast um úrslitið, sjálvt um tað vísir slakar tvær milliónir krónur í halli. Orsøkin er, at bankin hevur havt stór hall seinastu trý árini, og sæð í tí ljósinum, eru 1,8 milliónir krónur rættiliga avmarkað, sigur stjórin. Í 2010 hevði Norðoya Sparikassi eitt hall á 57,8 milliónir krónur, so talan hevur verið um eina munandi framgongd. Grundraksturin batnaði munandi í fjør. Størsta einstaka broytingin er at finna í avskrivingum og niðurskrivingum upp á skuldarar. Tær fóru úr góðum 49 milliónir krónur í 2010 og niður í 11,3 milliónir krónur í 2011. Marner Mortensen, stjóri í Norðoyar Sparikassa, er bjartskygdur um framtíðina. Hann væntar, at útlit eru fyri avlopi í grundrakstrinum hjá Norðoyar Sparikassa í ár. Ein av profilunum í Sambandsflokkinum, Johan Dahl, hevur avgjørt, at hann ikki stillar uppaftur, tá hetta valskeiðið er av. Tað váttar Johan Dahl fyri Sosialinum. Við blaðið sigur hann, at tað ongan týdning hevur, júst nær næsta løgtingsvalið verður. Avgerðin er tikin, og hann stillar ikki uppaftur, um so løgtingsval skuldi verið í næstum ella um tað verður, tá hetta valskeiðið er úti í 2015. Hevur fyrr umhugsað at gevast Hetta er kortini ikki fyrstu ferð, at Johan Dahl hevur spælt sær við tankan um at gevast í politikki. Til løgtingsvalið í oktober 2011, umhugsaði hann somuleiðis, hvørt hann skuldi taka seg úr politikki. TaJohan Dahl valdi kortini at taka eitt tørn afturat, millum annað fyri at halda fram og royna og fáa arbeiðir liðug, sum hann hevur verið við til at stinga út í kortið sum politikari, sigur hann við Sosialin. Eg føli, at tá hetta valskeiðið er av, havi eg vónandi gjørt tað, eg skal í politikki og í Sambandsflokkinum, sigur hann við blaðið. Johan Dahl kom í politik í 2002 og hevur verið løgtingsmaður og landsstýrismaður síðani. Tað boðar A.P.Møller Mærsk samtakið frá í tíðindaskrivi, ið var sent donskum fjølmiðlum fyrr í morgun. Fráboðanin varð eisini løgd á heimasíðuna hjá A.P. Møller Mærsk samtakinum fyrr í morgun. Mett verður, at tað verður yngsta dótturin, Ana Mærsk Mc Kinney Uggla, ið fer at taka við eftir pápa sín, ið doyði tíðliga í morgun, 98 ára gamal. Kona Mærsk Mc Kinney Møller, Emma, andaðist í 2005. Fleiri føroyskar verkætlanir hava gjøgnum árini fingið stuðul útgoldnan frá A.P. Møller Mærsk samtakinum, ið Mærsk Mc Kinney Møller stóð á odda fyri frá 1965, tá hann tók við eftir pápa sín, ið stjórnaði samtakinum. Grunnurin hjá Mærsk hevur eitt nú stuðlað Saltsilo verkætlanini á Drelnesi, útbyggingini av Norðurlandahúsinum, umbyggingini av táverandi Sjómansheiminum í Havn og ætlanini at varðveita gamla býlingin Heima í Húsi í Koltri. Eisini millum føroyskar sjómenn er reiðaríið og samtakið A.P. Møller Mærsk vælkent. Úti í heimi sigla hundraðtals føroyingar við skipum hjá danska reiðararínum, ið Mærsk Mc Kinney Møller var ímyndin av, heilt fram til deyða sín fyrr í morgun. Nú hoyringarfreistin endar í dag, fer politiski fylgibólkurin, har allir teir politisku flokkarnir eru við, at viðgera svarini og arbeiða víðari við lógaruppskotinum. AElig tlanin hjá landsstýrinum er at fáa lógina samtykta í vár, tí hon skal koma í gildi á nýggjárinum 2012 2013. Lógin kemur, sambært Fíggjarmálaráðnum, í tingið í heyst. Um eftirlønarlógina Eftirlønarlógin er hornasteinurin undir pensjónsnýskipanini, sum nú enn eina ferð er á veg í tingið. Tað er lógin, sum áleggur øllum millum 21 og 67 ár, sum arbeiða, at rinda sína egnu eftirløn. Í fyrsta umfari verður talan um eitt prosent av lønini hjá teimum, sum ikki longu eru við í einari eftirlønarskipan. Men um 15 ár skulu 15 prosent av øllum lønum fara til eftirløn. Áhugin fyri rættarmálinum er metstórur. Norsku sjónvarpsstøðirnar senda beinleiðis, og um 600 journalistar frá minst 20 londum eru til staðar á rættarfundinum í Oslo Tingrett. Ein av teimum mongu miðlunum, sum fylgir rættarmálinum minutt fyri minutt er norska kringvarpið NRK, sum hevur dagføringar úr rættarsalinum. Fylg við NRK beinleiðis her. Tað kemur fram í eini kanning, ið Herlev Hospital hevur gjørt fyri danska hjartafelagið, og sum verður løgd fram alment seinni í dag. Fólkini eru í vandabólki, tí tey hava ov mikið av kolesteroli í blóðinum, meira enn fimm mol l. Avleiðingin er, at 90.000 danir yvir eitt tíggju ára skeið eru í vanda fyri at fáa hjartatilburðir. Ein triðingur er eisini í vanda fyri at doyggja av tilburðunum. Danska hjartafelagið metir, at sleppast kann undan deyðsføllum, um fólk sum eru í vandabólkinum at fáa hjartatilburðir taka tann neyðuga heilivágin fyri ov nógv kolesterol í blóðinum, verður mett. 90 prosent fáa ikki heilivág Granskarar hava fylgt 58.750 fólkum, sum ikki frammanundan eru hjartaveik ella hava diabetes, og hava mett um fólkini eru í vanda fyri at fáa hjartasjúkur, orsakað av æðrakálking. Nærum 90 prosent av fólkunum fáa ikki kolesterolheilivág, hóast tey eru í vandabólki, sigur Børge Nordestgaard, yvirlækni á Herlev Hospital og professari við lærda háskúlan í Keypmannahavn. Sambært Børge Nordestgaard, ið hevur verið við til at gera kanningina fyri danska hjartafelagið, eru góðir møguleikar, at fyribyrgja nógvu hjartatilburðirnar í Danmark. Sum at koyra uttan trygdarbelti Kommunulæknar kunnu heilt avgjørt gera meira fyri at bjóða sjúklingum í vandabólkinum kolesterollækkandi heilivág, er metingin hjá yvirlæknanum og professaranum, Børge Nordestgaard. Tað er ikki øðrvísi enn at koyra bil uttan trygdarbelti tað er ein háttur at verja seg sjálvan móti framtíðarinnar sjúkum, er metingin hjá honum Eitt ov høgt kolesteroltal, tað vil siga ov nógv feitt í blóðinum, kann føra til æðrakálking og sostatt økja um vandan fyri blóðtøppum í hjarta og heila. HB og Víkingur deildu stigini í einum illa leiktum oddadysti í Gundadali í dag. Liðini tyktist at spæla fyri ikki at tapa, og eftir dystin vóru liðformaðurin hjá HB og hjálparvenjarin hjá Víkingi samdur um, at javnleikur var í lagi. Christian Mouritsen legði HB á odda við brotssparkið í 28. minutti, meðan Víkingur javnaði, tá 73 minuttir vóru leiktir. Kaj Leo í Bartalstovu varð spældur fríur og setti bóltin trygt í málið. B68 fekk fyrstu stigini í ár til høldar í grannadystinum á Svangaskarði ímóti NSÍ. Runavíkingar vóru annars á odda 2 1 í hálvleikinum. Klæmint Olsen skoraði tvær ferðir fyri NSÍ og Ndende minkaði um munin fyri toftamenn. Jann Ingi Petersen javnaði við brotssparki, tá ein tími var leiktur og 10 minuttir fyri leiklok, avgjørdi Jústinus Hansen dystin fyri B68. B36 greiddi sína skyldu, tá teir í dag vunnu 4 1 á Eiðinum í Vági ímóti TB. Málini hjá B36 skutu Lukas Cieslewicz, Súni Olsen og Jákup á Borg. Bojan Timic skoraði við brotssparki fyri TB. F Í Fuglafirði vann ÍF trygt 2 0 á KÍ. Í 13. minuttir legði Frank Poulsen fulgfirðingar á odda, og Jan Ellingsgaard stútaði stutt fyri hálvleik bóltin í málið til 2 0. Í seinna hálvleiki royndi KÍ at leggja trýst á, men álopsspælið manglaði brodd, og ÍF vann uppiborið í einum dysti, ið teir høvdu tamarhald á. Við Margáir eydnaðist tað EB Streymi at vinna sín fyrsta dyst, tá teir vunnu 3 0 á FC Suðuroy. Málskjúttar vóru Egil á Bø, sum skoraði tá 10 minuttir vóru spældir, meðan hini bæði málini komu seint í dystinum. 2 0 stóð Sorin Anghel fyri og í yvirtíðini staðfesti Hans Pauli Samuelsen sigurin hjá sundalagsmonnum. Støðan eftir fjórða umfar B36 10 Víkingur 10 ÍF 10 HB 8 Eb Streymur 5 NSÍ 4 B68 3 KÍ 2 FC Suðuroy 1 TB 1 Komandi umfar verður leikt leygardagin 21.04, tá eru dystirnir hesir ÍF Víkingur B36 EB Streymur NSÍ HB KÍ TB FC Suðuroy B68 Effo deildin 15.04.2012, fjórða umfar 14 45 TB B36 15 00 HB Víkingur 15 00 EB Streymur FC Suðuroy 15 00 ÍF KÍ 15 00 B68 NSÍ Støðan í deildini, undan fjórða umfari Víkingur 9 stigHB 7 stigÍF 7 stigB36 7 stigNSÍ 4 stigEB Streymur 2 stigKÍ 2 stigFC Suðuroy 1 stigTB 1 stigB68 0 stig Útvarpið hjá Kringvarpinum sigur frá dagsins umfari í sendingini Bólturin , ið byrjar klokkan 14 45. Uppskotið til nýggja eftirlønarlóg hevur verið í hoyring síðan 21. mars. Hoyringarfreistin varð upprunaliga til 4. apríl, men stóru fakfeløgini gjørdu vart við, at freistin var ov stutt. Hoyringarfreistin varð sett til mánadagin 16. apríl 2012 . Við í arbeiðnum at smíða eftirlønarlógina er ein politiskur fylgibólkur við umboðum úr øllum flokkum á tingi. Tá hoyringarfreistin er úti, verður hesin tvørpolitiski fylgibólkur kallaður saman aftur at arbeiða víðari við uppskotinum og at viðgera innkomnu hoyringsskrivini. Eftirlønarlógin, sum ætlanin er at fáa samtykta í vár, er sjálvur hornasteinurin undir Pensjónsnýskipanini. Eftirlønarlógin fer, saman við restini av Pensjónsnýskipanini, sum landsstýrið ætlar at leggja fyri tingið í heyst at tryggja, at almenni búskapurin fer at kunna bera tær øktu útreiðslurnar, vaksandi talið av eldri borgarum fer at hava við sær. Verður pensjónsnýskipan ikki framd er vandi fyri, at føroyska vælferðin versnar munandi næstu 20 40 árini, tí skattatrýstið hækkar og almenna tænastustøðið lækkar. Eftirlønarlógin áleggur øllum millum 21 og 67 ár, sum hava tilknýti til arbeiðsmarknaðin, at rinda til egna eftirløn. Í fyrsta umfari verður einans talan um 1 av lønini, sum skal rindast til eftirløn. Men næstu 15 árini er ætlanin, at hesin partur skal hækka upp í 15 . Fyri at tryggja, at uppsparingin verður brúkt til eftirløn, hevur Eftirlønarlógin eisini ásetingar um, hvussu eftirløn skal verða útgoldin. AElig tlanin er, at Eftirlønarlógin skal koma í gildi 1. januar 2013. Tveir lutakarar hava tryggjað sær sess í finaluni við at vinna spurnarkappingina í tveimum teimum seinastu vikuskiftissendingunum. Og í dag skal slagið so standa í sjálvari finaluni. Vertir í sendingini eru Øssur Egholm og Tróndur Vatnhamar. Sendingin byrjar eftir tíðindini klokkan 16 00. Talan er um ein bláan lilla Daewee Matiz bil frá 2002. Í dag er brúkaraprístalið 120,6 í mun til 119,4 fjórða ársfjórðing og 117,9 fyrsta ársfjórðing í fjør. Vøksturin stavar serliga frá dýrari orku og matvørum, skrivar Hagstovan. Fyrsta ársfjórðing í ár hækkaði brúkaraprístalið 2,3 prosent samanborið við sama ársfjórðing í fjør. Hetta er sami árligi prísvøkstur, sum var fyrsta ársfjórðing í 2011, men nakað minni enn fjórða ársfjórðing, tá árligi prísvøksturin var 2,6 prosent. Tað eru framvegis dýrari orka og matvørur, sum toga brúkaraprístalið upp. Prísirnir á orku eru hækkaðir mest og hava eisini mestu ávirkanina á brúkaraprístalið samanlagt. Brennioljan til húsarhald er farin 17,1 prosent upp og ravmagn 6,9 prosent. Og prísirnir á brennievni til akfør eru hækkaðir 15,3 prosent. Prísirnir í flestu matvørubólkum eru hækkaðir seinasta árið. Kaffiprísurin er farin 19,4 prosent upp, kjøtprísurin 5,4 prosent, oljur og fitievni 2,9 prosent. Í miðal eru matvøruprísirnir í dag 2,7 prosent hægri enn somu tíð í fjør. Tað hevur verið galdandi hevdvunnin fyrisitingarsiðvenja og fyrisitingarrættur, at ein løgmaður og eitt landsstýri ikki taka týðandi avgerðir, eftir at val er útskrivað og til nýtt landsstýri er skipað. Tað sigur Høgni Hoydal, formaður í tjóðveldi, sum hevur kært teir báðar til landsstýrismálanevndina. Høgni Hoydal sigur, at løgmaður áðrenn nýtt landsstýri varð sett og samgonga skipað sendi umbøn til donsku stjórnina um at hækka heildarveitingina til Føroya. Eisini hevur Høgni Hoydal kært avgerðina hjá løgmanni at leggja niður sendistovuna í London. Í hvørgum føri ráðførdi løgmaður seg við Uttanlandsnevndina, og tað er brot á stýriskipanarlógina, sigur Høgni Hoydal í kæruni. Kæran er á skránni fyri fundin hjá Landsstýrismálanevndini mikudagin í næstu viku. Samgongan er ikki so fegin um Sjúkrakassagrunnin, sum Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, ætlar at stovna í vár. Men samgongulimirnir í Fíggjarnevndini virða kortini semjuna, sum landsstýrismaðurin hevur gjørt við sjúkrakassarnar. Teir fara tí ikki at mæla tinginum frá at atkvøða fyri uppskotinum um Sjúkrakassagrunn Føroya. Men grunnurin skal bara verða til í tíggju ár, siga Bárður Nielsen, Jákup Mikkelsen, Rodmundur Nielsen og Bill Justinussen. Meirilutin í Fíggjarnevndini mælir tí til at broyta lógina, so hon eisini sigur, at grunnurin skal innan 10 ár hava útgoldið alt grunsfæið sum stuðul. Grunnurin skal vera tómur um tíggju ár, og tá skal landsstýrið biðja løgtingið um loyvið til at strika grunnin. Karsten Hansen ætlar, at Sjúkrakassagrunnurin skal veita stuðul til átøk og verkætlanir, sum kunnu menna heilsuøkið í Føroyum, men sum ikki eru partur av rakstrinum av heilsuverkinum annars. Talan kann vera um gransking og upplýsing. Ognirnar hjá teimum 11 sjúkrakassunum, okkurt um 30 milliónir krónur, skulu í grunnin. Tryggingarfelagið Trygd sendi ein privatdetektiv eftir einum viðskiftafólki, tí felagið hevði illgruna um tryggingarsvik. Tað kom fram í sjónvarpssendingini Bag Facaden hjá Danmarks Radio í gjárkvøldið. Her er sendingin hjá DR Ein føroyingur, Benny við Sandá, var í 2009 og ferðaðist í Danmark. Hann hevði bilin við. Men bilurin varð stolin í miðbýnum í Keypmannahavn. Bilurin var tryggjaður hjá Trygd, og Benny við Sandá boðaði Trygd frá stuldrinum. Men hann fekk ongar pengar frá Trygd. Trygd sendi danska privatdetektivin Poul Erik Nielsen eftir honum. Og hansara kanning her í Føroyum og frágreiðing endaðu við, at Trygd meldaði Benny við Sandá fyri tryggingarsvik. Hann varð handtikin og skuldsettur. Sambært Poul Erik Nielsen var bilurin hjá Benny við Sandá ongantíð í Keypmannahavn. Hann fór beinleiðis til Turkalands, tá hann var komin í land av Norrønu, segði privatdetektivurin. Men Benny við Sandá varð kortini ongantíð dømdur. Hann kundi við myndum og einari kvittan prógva, at bilurin var í Keypmannahavn, tá hann annars sambært privatdetektivinum var á veg til Turkalands. Í staðin fyri bjóðaði Trygd semju við at rinda Benny við Sandá 300.000 krónur í skaðabót. Hetta hendi dagin fyri, at Danmarks Radio var í Føroyum og tosaði við Benny við Sandá. Í sendingini harmast Christian Andreassen, nevndarlimur í Trygd, um hendingina, tí Trygd ikki fekk prógvað uppáhaldið um tryggingarsvik. Í sendingini greiðir Benny við Sandá frá um arbeiðsháttin hjá privatdetektivinum og Trygd. Danmarks Radio royndi eisini at spyrja Poul Erik Nielsen, hví hann skuldsetir fólk fyri tryggingarsvik uttan at hava prógv fyri tí. Men hann vildi ikki svara. Kanningarnar hjá Magnusi Heinasyni kunnu ikki brúkast einsamallar til at vísa, hvussu nógvur svartkjaftur er sunnan fyri Føroyar. Nøgdin verður roknað síðst í apríl, har sum tølini frá øllum fimm rannsóknarskipunum vera við. Smáur, óbúgvin svartkjatur, gýttur í 2009, 2010 og 2011, var at síggja í føroyskum øki suður móti Wyville Thomson rygginum í ein landssynning úr Føroya Banka, millum Føroyar og Skotland. Hesir árgangirnir hava verið at sæð í yvirlitstrolingini hjá Magnusi Heinasyni. Havstovan vónar, at teir koma fyri seg. Tann størri og búni svartkjafturin stóð nakað syðri báðu megin føroyska markið og suður í ES sjógv. Hann er á veg norðureftir eftir gýtingina. Føroyar, Norra, Írland og Niðurlond fyri ES og Russland gjørdu svartkjaftakanningina saman. Skipini hjá hinum londunum kannaðu økini longri suðuri. Magnus Heinason fekk bara nakrar fáar makrelar á túrinum, sum vardi frá 28.mars til 11.apríl. Tað var mitt á Wyville Thomson rygginum í einum háli í vatnskorpuni. Nøkur hál vóru eisini í vatnskorpuni sunnarlaga í føroyskum øki, men eingin makrelur var í har, sigur Havstovan. FSF skrivar, at Føroyar, sum á FIFA listanum liggja ímillum afrikansku londini Kongo og Kenja, hava 284 stig. Hetta er 29 stig fleiri enn Ísland. Á seinasta FIFA styrkislistanum er Ísland á 131. plássi. Danmark er farið tvey pláss fram, og er nú á 9. plássi. Hetta er fyrstu ferð, at danska landsliðið er ímillum 10 tey bestu plássini síðani august 1997. Í oddinum er framvegis Spania. Týskland er á 2. plássi, tí Holland er farið tvey pláss niður eftir listanum. Svøríki, Norra og Finnland eru ávikavist nummar 17, 24 og 79. 1. Harlem Nocturne Jan Harbeck Quartet Copenhagen Nocturne 2011 2. Legopulver Legopulver Legopulver 2007 3. Owana Dome Kristoffer Kompen Phantom Stimulance 2010 4. The Last Norwegian Troll Karl Seglem Ossicles 2010 5. Ornitheology Zanussi Five Alborado 2006 6. Phantom Stimulance Jono El Grande Phantom Stimulance 2010 7. New Life Peter Johannesson Sixtus New Life 2006 8. Chasing the Cat Urban Elements New Dimensions 2007 9. Ice Breaking Juhani Aaltonen Quartet Conclusions 2009 Høvuðssíðani hjá sendingini er her Á heimasíðuni hjá felagnum boðar nevndin frá, at av persónligum orsøkum hevur Vár í gong sagt seg úr starvinum sum forkvinna felagsins. Hon hevur verið forkvinna í felaganum síðani 2007 Sambært viðtøkunum sect 10 stykki 3, tekur næstforkvinnan Óluva í Gong við starvinum til val verður í 2013. Víkingur og Eysturkommuna fáa 600.000 krónur til nýtt graslíki á fótbóltsvøllin í Norðragøtu og 250.000 krónur til nýtt graslíki á vøllin í Leirvík. EB Streymur og Eiðis kommuna fáa 300.000 krónur til nýggja fótbóltsvøllin, ið skal leggjast á Hólmanum á Eiði. EB Streymur og Eiðis kommuna hava fyrr fingið játtaðar 600.000 krónur til at skifta graslíkið á gamla vøllinum á Mølini. Henda játtan verður nú flutt til nýggju verkætlanina á Hólmanum, sum sostatt fær 900.000 krónur í stuðli úr Hattrick grunninum. Starvsnevndin hjá FSF hevur á fundi undan páskum gjørt av, hvørjar verkætlanir skulu fáa stuðul. Tíggju umsóknir komu inn. FC Hoyvík fær 24.250 krónur í stuðli til at fremja ábøtur á felagshúsið. Í 2011 vóru 67 prosent færri ferðsluóhapp við fólkaskaða enn í 2006. Tað stendur í nýggjastu ársfrágreiðingini hjá Landsverki. Í ferðslutrygdarætlanini frá 2007 var málið annars at fáa talið á ferðsluóhappum við fólkaskaða í 2015 at verða 30 prosent minni enn í 2006. Stóri felagsdagurin hjá teimum, sum spæla borðtennis, badminton og íðka judo er nú leygardagin í høllini á Hálsi í Havn. Tá verður føroyameistaraheitið í teimum trimum kappingunum avgjørt. Nógv verður gjørt burtur úr við serligum gólvum til tær ymsu ítróttagreinirnar, stórum køkuborði til áskoðararnar og einum serligum upphitingartiltaki fyri børnum og ungum, sum verður í Badmintonhøllini. Kringvarpið sendir beinleiðis frá FM kappingunum henda dagin. Byrjað verður klokkan tvey, og sent verður til seinasta steypið er handað. Fyritøkan NEMA er høvuðsstuðul til henda sermerkta finaludag. Útlendskir serfrøðingar skulu eftirmeta Fróðskaparsetrið, og eru útbúgvingarnar hjá setrinum ikki nóg góðar, kunnu tær góðkenningina. Mentamálaráðið og Fróðskaparsetrið eru farin at leita eftir fólki, sum skulu skipa eftirmetingina. Tað sigur Mentamálaráðið í svari til Mentanarnevndina hjá løgtinginum, sum viðger broytingarnar í lógini um Fróðskaparsetrið. Landsstýrismaðurin í mentamálum skal síggja til, at uttanhýsis serfrøðingar gera fakligar eftirmetingar. Mentamálaráðið sigur, at lyklafólk á útlendskum universitetum skulu skipa eftirmetingina. Um eftirmetingar staðfesta, at álvarsligir trupulleikar eru á stovninum ella í einum útbúgvingartilboði, skal stovnurin við hóskandi freist hava høvi at rætta hesar trupulleikar, áðrenn landsstýrismaðurin kann taka góðkenningina frá einum útbúgvingartilboði. Sambært lógaruppskotinum hjá Mentamálaráðnum skal Fróðskaparsetrið eisini hava innanhýsis góðskutrygging. Og landsstýrismaðurin skal eftirmeta Setrið. Uttanhýsis serfrøðingar skulu gera eftirmetingina. Sambært Mentamálaráðnum skal Fróðskaparsetrið góðskutryggja útbúgvingarnar við innanhýsis skipan, har útbúgvingarnar við jøvnum millumbili verða góðskumettar sambært altjóða krøvum. Nýggja góðskuskipanin, sum verður gjørd í ár, skal gera tað gjørligt at samanbera Fróðskaparsetrið við lærdar háskúlar í okkara grannalondum og í Evropa. Privat feløg eiga at kunna bjóða seg fram til at byggja eldrabústaðir og veita eldrarøkt, tá tað almenna eftir øllum at døma ikki megnar at lyfta uppgávuna. Tað sigur Poul Michelsen, formaður í Framsókn. Men hesum tekur framsøgukvinnan hjá Javnaðarflokkinum í almannamálum, Rigmor Dam ikki undir við. Hóast Rigmor Dam er ímóti, at loyvt verður privatum at vinna pening burtur úr eldrarøktini, so vísir hon ikki aftur, at tað almenna og tað privata kunna samstarva í ávísan mun á eldraøkinum. Sambært Rigmor Dam er tíðin annars farin frá at byggja ellis og røktarheim. Hon sær heldur fyri sær, at heimarøktin verður styrkt, so at fólk kunnu vera longst møguligt heima, heldur enn at latið verður upp í hendurnar á privatum at nøkta stóra tørvin á eldrabústaðum og eldrarøkt. Startur og mál í súkklukappingini 2. páskadag, sum Tórshavnar Súkklufelag skipaði fyri, vóru við Skógrøkt Landsins á Hvítanesvegnum í Havn. Súkklast skuldi til Gomlurætt og aftur til Havnar, framvið mál økinum og til Kalbaks og aftur. Teinurin var góðar 54 km til longdar. Hjá kvinnunum vann Eyðfríð Christiansen sannførandi á Anniku Vang sum gjørdist nummar 2. Unglingarnir súkklaðu bert til Gomlurætt og aftur til Havnar, tilsamans einar 25 km. Tóri Nielsen varð fyrstur, Tummas Simonsen næstur og triðfremstur varð Bartal Dam Gregoriussen. Flest súkklarar vóru í mansbólkinum. Gudmundur Joensen vann sannførandi, nummar tvey varð Gunnar Dahl Olsen og nummar trý Andrass Joensen. Samgongan metir, at hallið hjá landinum í fjør verður einar 400 milliónir krónur, men tjóðveldi vil vera við, at tað verður munandi lægri, og at samgongan við vilja roynir at gera úrslitið verri, enn tað í veruleikanum er. Men hvat er veruliga hallið, og hvønn týdning hevur tað fyri vanliga føroyingin Kjak ímillum Kristinu Háfoss úr tjóðveldi og Jørgen Niclassen, landsstýrismann í fíggjarmálum í Degi og Viku í kvøld. Er talan um oyðsl frá almennari síðu, ella er tað Atlantsflog, sum mergsíður sín størsta kunda, ja, tað lata vit upp til lesaran at gera av. Men sambært upplýsingum, sum eru komnir fram í løgtinginum, keypti landið okkurt um 5.500 ferðaseðlar frá Atlantic Airways í fjør, og landið rindaði tilsamans 26,2 milliónir krónur. Av teimum 5.500 flogferðaseðlunum vóru 3.300 til sjúklingar og teirra avvarðandi. Løgmaður hevur svarað einum spurningi frá Poul Michelsen, løgtingsmanni, um flogferðir hjá tí almenna. Í svarinum stendur, at landið keypti ferðaseðlar frá Atlantic Airways fyri á leið 26,2 milliónir krónur í fjør. Hetta gevur í miðal ein kostnað á 4.727 krónur fyri hvønn ferðaseðil. Liðini sum eru eftir í steypakappingini eru FC Suðuroy, HB, Víkingur, KÍ, EB Streymur, B68, B71 og AB. Øll kunnu møta øllum. Í 3 2 í kvøld er bæði fótbóltur frá fyrsta umfari í Løgmannssteypinum, og har afturat eru øll málini frá triðja umfari í Effo deildini. Politiska avtalan um makrelin verður helst klár í vikuni, og so er klárt at bera eitt lógaruppskot í løgtingið um makrelfiskiskapin í summar. Tað sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum Jacob Vestergaard. Men sjálvt býtið er ikki greitt enn, tí fyrst má samgongan verða samd um fiskiskapin, hvussu hann skal skipast og hvat tilfeingisgjaldið verður. Tá løgtingið hevur samtykt lógina um makrelfiskiskapin í summar, ber til at lýsa kunngerðina, hvussu býtið verður millum ymsu skipabólkarnar. Í fjør byrjaði fiskiskapurin eftir makreli um 20. juni. So samgongan er longu heldur sein á sjóvarfallinum. Seinastu tíggju árini er botnfiskaveiðan minkað 15 prosent. Virðið á fiskinum er samstundis minkað 35 prosent. Men tað er serliga útróðurin, sum hevur mist, siga sjey útróðrarmenn í brævi til Vinnunevndina hjá løgtinginum og makrelbólkin hjá landsstýrinum. Í 2001 var parturin hjá útróðrarflotanum av botnfiskaveiðuni 24 prosent, í 2010 var hann 12,5 prosent. Teir sjey útróðrarmenninir finnast at fiskivinnupolitikkinum, sum sambært teimum hevur slept útróðrinum upp á fjall. Avgerðir verða tiknar so hissini í hvørjum einstøkum føri. Talan er ikki um ein greiðan fiskivinnupolitikk. Heldur ræður politiska styrkin hjá skipabólkunum, sum venda sær til landsstýrið og biðja um sømdir. Endamálið hjá fiskivinnupolitikkinum er ikki at gera hóskandi karmar fyri allar bólkar. Og í hesari gongdini er útróðurin vorðin ein doyggjandi restbólkur, siga útróðrarmenninir. Orsøk er at spyrja, um fiskivinnupolitikkurin byggir á heimildir ella politiskt treytað handalag. Tað sleppur at standa sína roynd, nú makrelurin skal býtast í ár, siga útróðrarmenninir. Útróðrarflotin hevur sent Fiskimálaráðnum umsókn um at sleppa at fiska makrel í ár. Tíðin er komin, at politiski myndugleikin hevur seg upp frá og í dialogi við allar skipabólkar orðar ein langtíðarhaldføran fiskivinnupolitikk við støði í einari heildarvisjón um lutin hjá fiskivinnuni, eisini samanspælinum millum skipabólkar og tilfeingi. Visjónin skal fyrisitast grundað á eina dynamiska heldur enn statiska fatan av havvistskipanini, siga teir sjey útróðrarmenninir í brævinum til politikararnar. Í dag klokkan ellivu fer løgtingið at viðgera uppskotið hjá landsstýrinum um játtanarkarmin fyri 2013. Landsstýrið ætlar millum annað at hækka pensjónsaldurin og lækka rentustuðulin til sethúsalán. Sambært uppskotinum verður hallið í fíggjarlógini næsta ár 250 milliónir krónur Størsta íløgan er skúladepilin í Marknagili, og íløgur verða eisini gjørdar í sjúkrahúsverkinum og í bústovnar. Sandoyartunnilin er útsettur, og landsstýrið fer ikki í holt við Skálafjarðartunnilin í almennum høpi. Tunnil til Viðareiðis er raðfestur fremst hjá landsstýrinum, tí tann leiðin verður mett at vera vandamiklast. Og nýggja havrannsóknarskipið er útsett til 2017. Landsstýrið ætlar at leggja stovnar saman fyri at fáa bíligari rakstur. Mest eyðsýnda samanleggingin er Hagstovan, Landsbankin og Gjaldstovan. Ikki bara í andstøðuni eru atfinningarnar móti ætlanum landsstýrisins. Formaðurin í Miðflokkinum, sum er í samgonguni, hevur boðað frá, at hann fer úr samgonguni fyrst í mai, um játtanarkarmurin ikki er vorðin meira sosialur, tá hann kemur úr Fíggjarnevndini. Úrslitið av hesum samráðingum er týdningarmikið fyri allar aðrar samráðingar á privata arbeiðsmarknaðinum, sigur Arbeiðsgevarafelagið, tí hesar samráðingarnar áseta karmin fyri øll onnur feløg. Samráðingarleiðari hjá arbeiðsgevarunum er Kristoffur Laksá, nevndarlimur í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Tey fimm arbeiðarafeløgini samráðast saman. Tað hevur hilnast væl undanfarnu samráðingar, siga feløgini. Einki er upplýst um lønarkrøv. Arbeiðsgevararnir vilja ikki siga, um teir fara at brúka flatskattin sum grundgeving fyri ikki at hækka lønirnar. Fíggjarmálaráðið og kommunurnar tóku nýggju skattaskipanina við í sáttmálasamráðingarnar, og tí bleiv lønarhækkingin á almenna arbeiðsmarknaðinum so lítil. Fyrsta umfarið í kappingini um løgmanssteypið var avgreitt í dag. Føroyameistarin, B36, megnaðu ikki at spæla seg víðari, og B71 megnaði akkurát at vinna á Undrinum í málríkum dysti 32 min 1 0 Johan Eyvind R. Mouritsen 51min 1 1 Bogi Hermansen 55 min 1 2 Thomas Hans Rubeksen 64 min 1 3 Allan Tungá 78 min 2.3 Kristian Vilhelm Jacobsen br. 81 min 3 3 Kristian Vilhelm Jacobsen br. 89 min 4 3 Erling Fles 90 min 4 4 Thomas Hans Rubeksen br. Longd leiktíð 95min 5 4 Erling Fles 112min 5 5 Bakari Bojang B71 vann brotssparkskappingina 5 3 ÍF EB Streymur 2 4 1 1 4 min 0 1 Arnbjørn Hansen 44 min 1 1 Jan Ellingsgaard 69 min 1 2 Levi Hansen 75 min 2 2 Bartal Eliasen brotsspark 80 min 2 3 Jónhard Frederiksberg 82 min 2 4 Sorin Vasile Anghel FC Suðuroy Skála 5 0 2 0 10 min 1 0 Jón Krosslág Poulsen 40 min 2 0 John T. Poulsen 50 min 3 0 Jón Krosslág Poulsen 70 min 4 0 Heini Vatnsdal 75 min 5 0 Jón T. Poulsen KÍ NSÍ 4 2 2 1 8 min 1 0 Páll Klettskarð 27 min 2 0 Kristoffur Jacobsen 30 min 2 1 Jann Martin Mortensen 48 min 3 1 Kristoffur Jacobsen 55 min 3 2 Klæmint A. Olsen brotsspark 60 min 4 2 Heðin á Lakjuni B68 07 Vestur 2 1 2 0 17 min 1 0 Remi Langaard 22 min 2 0 Jústines R. Hansen 80 min 2 1 Hans Arni Ellefsen AB Giza FC Hoyvík 5 2 3 0 20 min 1 0 Jónas Stenberg 22 min 2 0 Jobin Drangastein 30 min 3 0 Jobin Drangastein 79 min. 4 0 Tummas Justinussen 82 min 4 1 Allan Egnhamar 84 min 4 2 Jan Jacobsen 89 min 5 2 Jóhan Restorff Jacobsen sjálvmál Átta av plássunum á nýggja røktarheiminum eru nevniliga sett av av til fólk, sum longu búgva á verandi røktarheiminum í býnum, Norðoya Røktarheimi. Hetta var neyðugt fyri at loysa trupulleikan við dupultkømurum á Norðoya Røktarheimi, sigur Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir, forkvinna í sosialu nevnd í Klaksvíkar býráð. Í sambandi við at nýggja røktarheimið letur upp næsta summar, verða dupultkømurini á Norðoya Røktarheimi avtikin. Tað vil siga, at átta fólk, sum nú búgva á dupultkømurum á Norðoya Røktarheimi, verða flutt í nýggja røktarheimið, har tey fáa sítt egna kamar. Nýggja røktarheimið er skipað í tríggjar eindir við átta búfólkum í hvørjari eind. Tað vil siga, at ein eind á nýggja røktarheimunum longu er upptikin, áðrenn heimið letur upp. Sum er standa 30 fólk á akuttum bíðilista at sleppa á røktarheim í Klaksvík. Einans 16 av teimum fáa sostatt boðið pláss á nýggja røktarheiminum, meðan restin má bíða til seinni. Nýggja røktarheimið í Klaksvík kostar 56 milliónir krónur at byggja. Heimið letur upp næsta summar Hvar er anstændigheitin Man trýr tí ikki Sambandsflokkurin stendur á odda fyri einum høgra liberalistiskum politikki, ið hækkar pensjónsaldurin overnight , rekur a sosialan skattapolitikk og órógvar privatu pensjónsuppsparingarnar hjá fólki Saman við fíggjarkørmunum fyri komandi árini er eisini sveinastykkið hjá ABDH samgonguni almannakunngjørt. Hetta sær ikki hugaligt út. Ikki tí. Sumt er bæði gott og neyðugt. Til dømis er onkur veik ábending um, at tilfeingisgjald verður ásett, og at størri partur av rávøruni skal upp á land til virkingar í Føroyum. Vónandi verður tað gjøgnumført, men royndirnar vísa, at onki er víst. Hinvegin er tað púra burturvið, at samgongan undir sambandsleiðslu vil hækka pensjónsaldurin overnight upp í 68, 69 ella 70 ár. Ongin veit rættiliga, hvør ið ætlanin er, og tað er eisini burturvið, tí tað skapar ótryggleika. Afturat hesum kemur tað, sum frammanundan er lagt á borðið Pensjónir skulu skattast við inngjald A sosialur flatur skattur við nøkrum fáum knekkum er innførdur Óanstændugt Fyri at siga sum er, hoyrir hesin politikkurin ikki heima har, ið ein sosial liberalur Sambandsflokkur hevur leiðsluna. Tað er óanstændugt, at henda samgongan vil rykkja teppið undan teimum mongu, sum standa til at fara á fólkapensjón komandi árini. Soleiðis kann man ikki fara við fólki. Broytingar í pensjónsaldrinum í einum samfelag krevja eina serstakliga góða umrøðu í almenninginum. Broytingar mugu eisini fremjast varliga yvir eitt rímiligt áramál, so fólk hava høvi at leggja sær lívið til rættis eftir grundleggjandi broyttum umstøðum. At geva fólki eina 9 mánaðar freist hoyrir ongastaðni heima. Rokning fyri ørðvitisskapin fullveldisárini Andstøðan í Løgtinginum stendur í hesum døgum á síðulinjuni og finst at. Á ein hátt er tað skiljandi, men í grundini er hetta at finnast at sær sjálvum. Sparingarnar, ið nú raka, eru fyri stóran part avleiðing av, at fullveldisstýrið í óðum verkum eisini overnight skar burtur ein stóran part av Ríkisveitingini, ið er tryggasta inntøka Føroya. Roknar man eftir, so hevur niðurskurðurin av Ríkisveitingini við ársenda kostað føroyingum 5 milliardir og 95 milliónir krónur. Sum kunnugt sótu Høgni Hoydal og Anfinn Kallsberg við valdið í 2002, tá skerjingin varð framd. Høvdu hesir Føroya dýrastu dreingir og flokkar teirra hildið fingrarnar burtur frá tryggu inntøkunum, hevði Ríkisveitingin í dag verið 1 milliard og 258 milliónir árliga. Í staðin er hon 624 milliónir krónur um árið. Nú sláa avleiðingarnar ígjøgnum, og tað skulu fullveldisflokkarnir taka sær stórsta partin av ábyrgdini av. Hetta er ikki mátin Sanniliga hava fólk verið ávarað um tað, ið nú fer at henda fíggjarliga. Saman við øðrum hevur undirritaði frá fyrsta degi og áhaldandi ávarað um rokningina, ið fór at koma og nú er hon her. Upptakið eftir fíggjarliga ørðvitisskapin fullveldisárini skal sjálvandi fáast frá hondini, men hetta er ikki mátin. Tiltøkini, sum høgraliberalistiski flokkurin í landsstýrinum hevur lagt fram, eru ikki í familju við sambandspolitikk. At trýsta komandi pensjónistar, fara eftir pensjónum og at reka a sosialan skattapolitikk er ikki tað, ið Sambandsflokkurin skal standa fyri. Eitt er, at bygnaðarbroytingar krevjast, men hetta er ikki mátin. Her eru aðrir møguleikar Skipa fiskivinnuna burðardygt Løgmaður skal taka konfliktina við ES og Noreg á sítt egna borð og enda hana, so fiskiflotin fær annað og meira enn makrel at dúva uppá. Ein kjansur er, nú Jens Stoltenberg kemur at vitja Útnytta ótømdar møguleikar í fjarfiskiskapi og fáa fyrimunirnar heim til føroyska vinnu Vinn Føroyum ein sess innan fyri ES garðin saman við Danmark. Har er marknaðurin, og har tjena vit pengarnar Burtur við øllum dupultfunktiónum Sker aðalráð burtur og legg onnur saman Burtur við dýru uttanríkistænastuni, hvørs kostnaður er tekin um, at rationaliseringar í gamla Uttanríkisráðnum framvegis ikki eru framdar Stong sendistovurnar í London og Reykjavík og brúka uttanríkistænastuna í Ríkinum. Hon er har til tað sama Steðga øllum yvirtøkum. Tær kosta pengar, sum ikki eru til Burtur við øllum óneyðugum politiskum bringuprýði frá fullveldistíðini. Tað tyngir fíggjarlógina og kostar vælferð Strika vegleiðandi fólkaatkvøðuna um kommunusamanleggingar, og gjøgnumføra samanleggingar við lóg, so nakrir fáir sterkir kraftdeplar spyrjast burturúr Nógv færri og betri skúlar Eitt sentralsjúkrahús fyri øll undir somu leiðslu Við røttum politiskum handverki ber væl til at hækka Ríkisveitingina, so hon kemur aftur á eitt rímiligt støði Her er nokk at arbeiða við uttan at fara eftir komandi pensjónistum, pensjónum hjá fólki og at reka a sosialan skattapolitikk. Víðgongdi høgraliberalistiski politikkurin má steðga, áðrenn tað seinasta av anstændigheit í politisku skipanini hvørvur. Edmund Joensen fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin Íbúgvarnir í Bosnia halda í dag minningarhald í samband við, at tað eru 20 ár síðani at borgarakríggið byrjaði. Høvuðshaldið verður í høvuðstaðnum Sarajevo, har íbúgvarnir hava sett 11,541 reyðar stólar á gøtuna, har stríðið byrjaði ein stólur fyri hvønn íbúgva, sum doyði í býnum tey trý árini og átta mánaðirnar, ið Sarajevo var kringsettur. Samstundis vóru íbúgvarnir í Sarajevo bidnir um at steðga øllum virksemi í ein tíma á døgurða fyri sum ein partur av minningarhaldinum. Borgarakríggið byrjaði í apríl 1992, tá Jugoslavia varð í upploysn. Áleið 100.000 fólk lótu lív og næstan helvtin av fólkatalinum noyddist at rýma hesi fýra árini, ið borgarakríggið vardi. Sammett við fyrsta ársfjórðing í fjør, hevur fyrsti ársfjórðingurin hjá Vestmanna Kommunu roynst væl, hvat kommunuskattinum viðvíkur. Framgongdin í mars mánað er 5,14 og fyri fyrsta ársfjórðingin í ár er vøksturin 7,13 í mun til 2011. Umroknað til krónur, svarar hetta til, at Vestmanna Kommuna fekk 155.465 krónur meira inn í kommunuskatti í mars mánað í ár í mun til í fjør. Fyrsta ársfjórðing í 2012 fekk kommunan 547.920 krónur meira inn í kommunuskatti enn í 2011. Í grannakommununi í Kvívík er tó ikki sama framgongd, at hóma fyri skattainntøkurnar í fyrsta ársfjórðingi fyri 2012, sum í Vestmanna. Í Kvívík var afturgongdin 13,14 , upplýsir Vestmanna Kommuna. Fyrsti dysturin hjá KÍ og FC Suðuroy í hesum kappingarárinum fer óivað at standa týðuligur í minninum hjá báðum liðum í langa tíð. Kvinnurnar úr Klaksvík gjørdu ikki mætari enn at vinna dystin heili 26 0. 14 mál komu í fyrra hálvleiki, meðan tær bláu skoraðu 12 ferðir í seinna hálvleiki og sendu sostatt suðuroyarkvinnurnar tann langa vegin suðuraftur við søguligum stórtapi. Toppskjútti hendan dystin var Rannvá B. Andreasen, sum heilar 11 ferðir setti bóltin í málið hjá FC Suðuroy. KÍ FC Suðuroy 26 0 Soleiðis komu málini í dystinum millum KÍ og FC Suðuroy. Víkingur B68 2 0 Gestirnir úr B68 fingu ein kvøkk, tí dysturin í Norðragøtu var ikki meir enn ein minutt gamal, tá ið bólturin lág í netinum aftanfyri Hans Jørgensen í B68 málinum. Evrardd Ble skeyt málið fyri Víking. Tá ið eitt korter var farið av seinna hálvleiki, fær heimaliðið seinna málið. Kaj Leo Igrave Bartalsstovu skorar eftir eina deyðbóltstøðu. Víkingur hevði møguleikan at økja um leiðsluna, men Atli Gregersen megnaði ikki at skora uppá brotssparkið. 3 min 1 0 Evrard Ble 75 min 2 0 Kaj Leo í Bartalsstovu KÍ HB 1 1 Tá ið 24 minuttir vóru leiktir, legði heimaliðið seg á odda 1 0. Málið skeyt Kristoffur Jacobsen, eftir at Teitur Gestsson hevði bjargað í fyrstu atløgu. HB svaraði aftur beinanvegin. Tá ið hálvur tími var leiktur javnar Christian R. Mouritsen fyri HB. Fróði Benjaminsen hevði møguleikan at avgera dystin, tá ið eitt korter var farið. Frá 11 metrum misnýtti hann brotssparikið, sum hann sjálvur hevði ognað sær, eftir at hann varð feldur í K Igrave brotssteignum. 24 min 1 0 Kristoffur Jacobsen 30 min 1 1 Christian Mouirtsen B36 Igrave F 1 1 Tíðliga í seinna hálvleiki, skifti B36 Lukasz Cieslewicz út. Inn kom Dánjal Rói Olsen, sum í síni fyrstu atsókn legði heimaliðið á odda 1 0. Igrave tíðini dómarin hevði lagt afturat javnar ÍF. Símun Joensen lá skaddur á í B36 sekstanmetrinum, men dómarin lat spælið ganga. Hetta gagnnýtti Jan Ó. Ellingsgaard, sum úr tjúgu metrum smekkaði bóltin í netið 60 min 1 0 Dánjal Rói Olsen 90 min 1 1 Jan Ó Ellingsgaard NSÍ FC.Suðuroy 0 0 Einki mál í við Løkin í Runavík, tá ið NSÍ tók ímóti FC.Suðuroy. Hóast heimaliðið hevði bóltin meira, so megnaðu ungu leikararnir á NS Igrave liðnum ikki at umseta málmøguleikar til mál. Heimildarmaður kringvarpsins segði, at tað sæst aftur, at NS Igrave manglar leikarar, ið kunnu avgera dystir. EB Streymur TB 1 1 EB Streymur og TB fingu hvør sítt stig við Márgáir. Heimaliðið kom á odda tá ið 20 minuttir vóru spældir av fyrra hálvleiki. Egil Á Bø var hægstur eftir hornaspark. Igrave seinastu minuttunum fekk TB brotsspark, sum Bojan Timic umsetti til mál. 20 min 1 0 Egil Á Bø 90 min 1 1 Bojan Timic. Sambært donsku veðurstovuni DMI, fer páskaveðrið í Føroyum at verða áleið soleiðis Skírisdag Skýggjað, okkurt hendinga æliðHiti 3 7 stigVindur 2 7 m sUm náttina skýggjað við regni, í løtum vátaslettingur Langa fríggjadag Skýggjað, mest turtHiti 2 5 stigVindur 2 7 m sUm náttina skýggjað við regni norðaneftir, 4 7 stig Leygardag Skýggjað, við einstøkum ælumHiti 5 8 stigVindur 8 13 m sUm náttina skýggjað, minkandi vindur og turt Páskadag Skýggjað, við regniHiti 5 7 stigVindur 5 10 m sUm náttina eitt sindur klárari í veðrinum 2. Páskadag Skiftandi skýloft, við sólglottumHiti 5 7 stigVindur Undir 6 m sUm náttina meira skýggjað, sum frálíður regn Seinasta hálva árið hevur B36 leiðslan støðugt umrøtt, hvar sparingar kunnu gerast, uttan at hesar raka sjálvt virksemið í felagnum, og eitt av hesum økjum er sjálvandi spælarahópurin hjá fremsta liðnum. Í farnu viku var fundur við spælararnar, og har bleiv semja um, at spælararnir fara 10 niður í løn, skrivar heimasíðan hjá B36. Hetta er ikki eitt krepputiltak, men eingin ivi er um, at gera vit einki, so kann tað væl enda við kreppu. Tí ynsktu vit longu nú at fáa eina betri javnvág millum inntøkur og útreiðslur, og eg eri sera fegin um ta ábyrgdarkenslu, sum spælararnir hava víst við at taka undir við hesum, sigur Sámal Ímundarson, formaður í B36, við heimasíðuna hjá B36. Tað vil altíð vera eitt av aðalmálum okkara, at raksturin skal hvíla á einum fíggjarliga forsvarligum grundarlag, og hetta átakið saman við fleiri øðrum er avgjørt við til at tryggja, at so er, sigur formaðurin. Liðformaðurin hjá B36, Klæmint Matras, sigur við b36.fo, at talan var um eina skjóta avgerð, har spælararnir fegnir vilja gera sítt til at betra um raksturin í felagnum. Tá nevndin hevði nevnt hesar ætlanir, fingu vit frið at sita saman og tosa um tingini. Men eg haldi ikki, at vit brúktu meira enn einar fimm minuttir, áðrenn okkara støða var greið. Sjálvur var eg als ikki í iva, og eg eri fegin um, at hópurin stendur saman um hetta. Tað gevur okkum frið at líta frameftir, og har er tað enn sum áður næsti dystur, sum telur mest, sigur Klæmint Matras. Teir fimm dystirnir, sum verða leiktir í dag, Skírisdag, eru hesir NSÍ FC SuðuroyVíkingur B68KÍ HBB36 ÍFEB Streymur TBStøðan í deildini, undan dagsins umfari HB 6 stigÍF Víkingur 6 stigÍF Víkingur 6 stigB36 6 stigNSÍ 3 stigEB Streymur 1 stigKÍ 1 stigFC Suðuroy 0 stigTB 0 stigB68 0 stigDystirnir í dag byrja kl. 15, undantikið dysturin millum EB Streym og TB, ið byrjar kl. 16. Útvarpið hjá Kringvarpinum sigur frá dagsins umfari í sendingini Bólturin, sum byrjar kl. 14 45. Ari Johanneson er skjótt fyrrverandi formaður í skúlastýrinum fyri kvívíkar skúla. Semja er gjørd ímillum Føroya Lærarafelag øðrumegin og skúlastýrið í Kvívík hinumegin í stríðnum um fráfarna fyrsta læraran í skúlanum. Málið varð avgreitt á fundi í Mentamálaráðnum millum stríðandi partarnar. Semjan inniber, at skúlastýrið leggur frá sær 1. mai. Føroya Lærarafelag og lærarar í Kvívíkar skúla taka skuldsetingarnar ímóti skúlastýrinum um ódámligan og virðisleysan atburð aftur. Mikumorgun 11 apríl fer Góðan Morgun Føroyar túrurin at snúgva seg um fuglalívið í Klaksvík. Byrjað verður við Bónus kl 08.00, og gingið verður til keiina á Borðoyavík, síðani eftir Landsvegnum og út í Grøv. Vanlukkan eftir bátastevnuna í Vestmanna í fjør er nú avgreidd við dómi í Sjórættinum í Havn. Maðurin, sum førdi bátin, fekk fríggjadagin 10.000 krónur í bót fyri at føra bát, sjálvt um hann var ávirkaður. Í dóminum stendur, at promillan var 1,52. Sjórætturin sigur, at maðurin, sum førdi bátin, var so ávirkaður, at hann var ikki førur fyri at stýra bátinum á tryggan hátt. Tveir menn doyðu í vanlukkuni. Hóast leitað var eftir teimum bæði væl og leingi, kom hvørgin afturíaftur. Báturin var á veg til Havnar úr Vestmanna tíðliga sunnumorgunin 22.mai í fjør. Úti fyri Lambatanga millum Velbastað og Syðradal siglir báturin á okkurt og søkkur skjótt. Fimm menn vóru við bátinum. Triggir vórðu bjargaðir. Tveir vóru á helluni og tann triði varð funnin á sjónum norðan fyri Koltur, tríggjar fjórðingar vestan fyri staðið, har sum vanlukkan hendi. Maðurin var í flotbúna og bjargingarvesti. Dømdi maðurin noktaði seg sekan í at hava brotið sjólógina. Ein annar maður fekk eisini 10.000 krónur í bót fríggjadagin fyri at sigla fullur. Hann er dømdur fyri at sigla á Eystnes tíðliga á morgni sunnudagin 23.oktober í fjør. Blóðroyndin vísti promilluna 1,44. Við hesum báðum dómunum hevur Sjórætturin sagt, at revsingin fyri at føra bát við kenning er 10.000 krónur í bót umframt sakarkostnað. Meirilutin í vinnunevndini hjá løgtinginum mælir frá at samtykkja uppskotið til samtyktar hjá tjóðveldi at stovna ein orkugrunn. Ein orkugrunnur kostar nógvar pengar. Og nógvar milliónir eru longu latnar til orkuroyndir. Men afturmeldingarnar eru ov veikar, og spurningurin er, um vit hava fingið nøktandi úrslit frá hesum royndarverkætlanum, sigur meirilutin. Heldur eiga vit at áseta karmar fyri, hvussu vit gagnnýta okkara varandi orkukeldur, soleiðis sum ætlanin er sambært samgonguskjalinum, siga samgongulimirnir í vinnunevndini. Andstøðan tekur undir við uppskotinum hjá Tjóðveldi, Framsókn tó við tí fyrivarni, at neyvar reglur verða gjørdar fyri Orkugrunnin. Sambært Tjóðveldi skal Orkugrunnurin fíggja royndir við varandi orku og orkusparing. At byrja við verða fimm til tíggju milliónir krónur settar í grunnin. Men best hevði verið, um grunnurin fekk 30 milliónir um árið úr landskassanum næstu fýra árini umframt tað, sum kommunur og privat feløg vilja seta í, sigur Tjóðveldi. Umboðini hjá samgonguni í Vinnunevndini mæla frá at samtykkja uppskotið hjá tjóðveldi og javnaðarflokkinum um at fáa við í javnstøðulógina, at tá tað almenna velur nevndarlimir til partafeløg, skulu veljast á leið líka nógvar kvinnur og menn. Hetta er longu gjørt í tvey ár, siga nevndarlimirnir hjá samgonguni. Tí er ikki neyðugt at broyta lógina, siga teir. Andstøðan mælir til at samtykkja uppskotið, so almennu partafeløgini eisini koma í javnstøðulógina. Tjóðveldi og javnaðarflokkurin vísa á í viðmerkingunum til uppskotið, at CEDAW, kvinnurættindanevndin hjá ST, vísir í seinastu frágreiðing sínari á, at føroysku myndugleikarnir kunnu gera meira fyri at fremja javnstøðu í Føroyum. Samgongan fær nú aftur av grovfílini frá einum av sínum egnu. Samgongan verður harafturat rætt og slætt biðin um at leggja frá sær í dag heldur enn í morgin. Ung í Miðflokkinum finnast hvassliga at tí, sum samgongan hevur stungið út í kortið í játtanarkarmunum. Nú er sjón fyri søgn, nú rokningin fyri flatskattin liggur í tinginum. Tað eru tey lesandi, tey gomlu og tey sjúku, sum fíggja fullu lummarnar hjá teimum ríku, sigur Hallur av Rana, formaður í Ungum fyri Miðflokkin, í lesarabrævi. Atfinningarnar ímóti politikkinum hjá samgonguni eru bæði nógvar og hvassar í lesarabrævinum, so hvassar, at neyvan nakar í andstøðuni hevur higartil verið so harður við samgonguna. Mín áheitan á samgonguna er at vakna og síggja ta vandakós, vit eru á. Og at tey sjálvi gjalda rokningina fyri flatskattin við alt fyri eitt at leggja frá sær og lata onnur sleppa framat, sigur Hallur av Rana. Hallur av Rana er ikki bara formaður í ungdómsfelagnum hjá einum samgonguflokki. Hann er eisini sonur formannin í Miðflokkinum, sum sjálvur fjórði er í samgonguni. Stýrið fyri Listasavn Føroya er sera væl nøgt við royndartíðina, og Nils Ohrt, savnsleiðari, hevur givið til kennar, at hann trívist væl og sær fram til at menna savnið komandi árini. Í skrivinum nýtir stýrið fyri Listasavnið møguleikan at vísa almennu atfinningunum frá sær, at savnið tey seinnu árini ikki hevur havt neyðugar yrkisligar førleikar. Bæði stýrið og leiðsla eru av tí fatan, at savnið undir fyrrverandi savnsleiðaranum Helga Fossádal er vorðið ein væl rikin stovnur við nógvum virksemi og einum yrkisligum samleika, sum listasøguligur serkunnleiki uttanífrá hevur tryggjað, skrivar formaðurin í stýrinum, Martin Næs, í skrivi til miðlarnar. Inntøkurnar frá skatti vóru 60 milliónir krónur minni enn í fjør, men at forskatta eftirlønina hevur givið 46 milliónir krónur aftrat. So fimtan milliónir krónur færri eru komnar inn í landsskatti og eftirlønarskatti, um samanborið verður við landsskattin fyrsta ársfjórðing í fjør. Fíggjarmálaráðið ger vart við, at eftirlønarskatturin verður hægri seinni í ár, tá ið skattur frá útlendsku pensjónskassunum eisini verður við. Yvirlitið við skatta og avgjaldsinntøkum frá Fíggjarmálaráðnum vísir, at fyrsta ársfjórðing vóru goldnar 2 milliardir og 71 milliónir krónur um a skattaskipanina. Hetta eru 4 prosent meira enn sama ársfjórðing í fjør. Kommunukassarnir fingu 344 milliónir krónurí skattainntøkum fyrsta ársfjórðing samanborið við 335 milliónir krónursomu tíð í fjør. Vøksturin er 2,7 . Fyrsta ársfjórðing í ár er bilasølan og skrásetingargjaldið vaksið við meira enn 30 í mun til somu tíð í fjør. Fíggjarmálaráðið heldur, at hetta er eitt greitt tekin um, at heimligi eftirspurningurin er vaksin. Blóðroynd varð tikin av manninum tveir tímar eftir óhappið, og hon vísti promilluna 1,44. Fýra mans fóru við stuttleikabátinum av Havnini, men mansskaði varð eingin. Báturin fór á land vestantil á Eystnesi, einar 200 metrar innan fyri nesið. Bjargingarbáturin Lív fór til hjálpar og sleipaði bátin á Toftir og síðani á Strendur, har báturin varð tikin upp. Maðurin, sum varð ákærdur fyri at sigla ávirkaður, var ikki í Sjórættinum, tá mál hansara varð viðgjørt fríggjadagin, so hann fekk fráverudóm. Rætturin legði dent á tann serliga vanda, sum stendst av at sigla við stórum, skjóttgangandi bátum uttan at vera nóg ansin. Uppskotið til játtanarkarmar, sum landsstýrið hevur lagt fyri tingið, verður viðgjørt í kjakinum í Degi og Viku í kvøld. Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, og Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, vera í sjónvarpsstovuni. Beina Løwe Jacobsen er vertur. AElig tlanin var eisini at hava Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, í sjónvarpsstovuni at kjakast um játtanarkarmarnar, men teir hava báðir borið seg undan. 43 ára gamli handtikni maðurin One L. Goh er av suðurkoreanskum uppruna. Hann hevur fyrr verið sjúkrarøktarfrøðilesandi á kristiliga Oikos universitetinum. Løgreglan veit ikki, hví maðurin í gjár fór at skjóta frá hond móti næmingum á skúlanum. Sjey fólk lógu eftirá og trý vórðu særd. Amerikanskir miðlar skriva, at maðurin skyldaði nógvan skatt og eisini húsaleigu. Maðurin hevur eisini verið fyri svárum missi seinasta árið, tí hann misti fyrst nógv avhildna beiggjan og stutt eftir doyði mamman eisini. Kavararnir hjá Fiskiveiðueftirlitinum sleppa nú aftur at kava, tí Landssjúkrahúsið hevur boðað frá, at tey vilja lata fólk til at viðgera kavarar, sum skulu hava viðgerð fyri kavarasjúku í trýsttanganum hjá Fiskiveiðueftirlitinum. Síðani trýsttangin kom í 1992 er ikki eydnast Serlæknafelagnum at fáa sáttmála við Fíggjarmálaráðið um læknarnar, sum viðgera fólk í trýsttanganum. Í einari roynd at fáa hendan sáttmála, boðaði Serlæknafelagið Fiskiveiðueftirlitinum frá, at teirra limir manna ikki longur trýsttangan. Fiskiveiðueftirlitið keypti trýsttangan í 1992. Síðani tá eru okkurt um 15 kavarar viðgjørdir í honum. Eingin kavari hjá Fiskiveiðueftirlitinum hevur tó havt brúk fyri viðgerð í tanganum. Eftirlønin og kostnaðargjaldið hjá tingfólkum og landsstýrisfólkum hava verið nógv mest umrødda kjakevnið millum fólk seinastu tíðina. Orsøkin er, at meirilutin í løgtinginum hevur felt eitt uppskot hjá andsstøðuni at dagføra ískoytisgjøldini sum politikarar fáa, samstundis sum ein risastór spariætlan verður sett í verk fyri at fáa avlop á fíggjarlógina í 2016. Jógvan á Lakjuni, tingformaður, sigur, at hann fer at taka málið upp í formansskapinum, tí málið higartil hevur skapt alt ov nógv órógv millum fólk. Um fólk hava tað fatan, at endurgjøldini eru heilt órímilig, so mugu vit umrøða málið í formansskapinum, sigur Jógvan á Lakjuni. Tá fíggjarnevndin herfyri mælti løgtinginum til at fella uppskotið hjá Rigmor Dam í javnaðarflokkinum, spældi meirilutin í fíggjarnevndini bóltin yvir til formansskapin. Tað er uppgávan hjá formansskapinum at gera møguligar broytingar, og tað er óneyðugt at heita á formansskapin hevur viðvíkjandi, helt fíggjarnevndin. Nú verður málið so tikið upp í formansskapinum, og tað verður kanska avgreitt í samstarvi við løgmann, sigur løgtingsformaðurin. Løgmaður hevur nevniliga lova, at hann skal orna viðurskiftini hjá landsstýrisfólkunum, so tey eru røtt og rímilig, og Annika Olsen, landsstýriskvinna, hevur sagt, at hon tekur undir við hesum. Talan er um eitt av størstu nøvnunum á sterka svenska popp pallin seinastu árini. Veronica Maggio fekk sítt heilt stóra gjøgnumbrot í 2008 við útgávuni Och Vinnaren Auml r , har serliga singulin M aring ndagsbarn var eitt stórt hitt í øllum norðurlondum. Men tað er serliga nýggjasta fløgan hennara, Satan i gatan , sum kom út á vári í fjør, ið hevur varpað hana upp á ovastu tindarnar innan svenskan popp. Fløgan fostraði hitt sum Mitt hj auml rta bl ouml der og Satan i gatan og so superhittið og ársins sang í Svøríki í fjør, Jag kommer . Tórshavnar kommuna hevur sett Jóngerð Guttesen í nýggja starvið sum leiðari á Boðanesheiminum. Tað upplýsir Tórshavnar kommuna á heimasíðuni. Jóngerð Guttesen er útbúgving sjúkrarøktarfrøðingur, og hevur millum annað verið deildar og varaleiðari á Lágargarði. Í løtuni er hon leiðari á Stuðulsfólkaskipanini fyri børn hjá Børnum amp Ungum í Nærverkinum. Harumframt hevur Jóngerð Guttesen Diplom Bachelor útbúgving í leiðslu. Jóngerð Guttesen byrjar í starvinum 1. mai. Fyrsta uppgáva hennara verður at skipa heimið, sum eftir ætlan verður klárt at taka í nýtslu í oktober í ár. Uppgávan hjá nýggja samskiparanum er at seta í verk tey 18 ítøkiligu átøkini í heildarætlanini Harðskapur í parlagi og nærsambondum . Eisini skal samskiparin umsita átøk at fyribyrgja og steðga harðskapi í parlagi og nærsambondum. Umframt at seta í verk átøkini í heildarætlanini, skal samskiparin eisini vera við til at menna eitt fyribyrgjandi umhvørvi. Elin Winther Poulsen er 44 ára gomul, útbúgvin løgfrøðingur og hevur útbúgvingskeið og royndir innan journalistik. Seinastu árini hevur hon starvast í Kringvarpi Føroya. 16 umsøkjarar vóru til starvið. Løgmaður hevur sagt, at samsýningarnar hjá landsstýrisfólkunum skulu eftirmetast og broytast, so tær eru rættar og rímiligar. Og nú gera onnur landsstýrisfólk eisni vart við seg. Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, vísir á, at nógvar ópopulerar avgerðir skulu takast næstu árini, um hallið skal fáast burtur í 2016. Skulu vit út til føroya fólk at greiða teimum frá, at vit verða noydd at gera inntriv í teirra viðurskifti, mugu vit í politisku skipanini ganga á odda. Politiska skipanin eigur at ganga undan, áðrenn hon fer út at krevja broytingar hjá føroyska húsarhaldinum, sigur Annika Olsen. Hon vísir á, at fólkið í Føroyum so smátt hevur mist álitið á politisku skipanina. Og tí kunnu politikarar ikki halda fram við at lata oyru og eygu aftur og látast sum einki. Vit mugu ikki gloyma, at vit eru fólkins tænarar. Vit skulu tískil ikki geva okkum sjálvum framíhjárættindi, hvat viðvíkur millum annað pensjón, løn, ferðaendurgjald í slíkum tíðum, sum vit hava í løtuni, sigur landsstýriskvinnan. 19 ára gamli maðurin, sum er varðhaldsfongslaður fyri neyðtøkuroyndir, skal vera fýra vikur afturat í varðhaldinum. Bíðað verður millum annað eftir mentalkanningini, sigur verjin hjá manninum, Bjørn á Heygum. Ungi maðurin er skuldsettur fyri fimm neyðtøkuroyndir í Havn. Hann játtar seg sekan í trimum førum. Men hann játtar seg ikki sekan í neyðtøkuroynd í teimum báðum seinastu gerðunum, hann er skuldsettur fyri. Maðurin varð tikin og varðhaldsfongslaður fyrst í februar fyri neyðtøkuroynd í Viðarlundini í Havn. Tá politiið fór at spyrja hann um aðrar neyðtøkuroyndir í Havn, játtaði hann seg sekan í trimum førum. Neyðtøkuroyndirnar, maðurin er skuldsettur fyri, vóru í juni í 2010, í juli og oktober í 2011, og tvær í januar í ár. Maðurin er eisini skuldsettur fyri tað, sum í revsilógini eitur anden kønslig omgængelse end samleje. Í dag er fýra vikur, síðani varðhaldsfongslingin varð longd. Maðurin og verji hansara góðtóku, at varðhaldsfongslingin verður longd í fýra vikur afturat. Tá fløskur verða seldar við panti, eigur tann, sum selur fløskuna, eisini at lata pantið aftur. Tað verður ikki gjørt um borð á Smyrli, og tað er lógarbrot. Brúkaraumboðið hevur viðgjørt fløskusøluna um borð á Smyrli. Fløskur verða seldar við panti. Men einki fæst fyri tómu fløskuna, tá hon verður latin inn aftur. Hetta er brot á lógina um góða marknaðarføring, sigur Brúkaraumboðið. Og Umhvørvisstovan sigur, at lógin um íløt til drykkjuvørur er eisini brotin. Tí tann lógin sigur, at øll, sum selja eitt nú sodavatn, hava skyldu til at lata pantið aftur fyri tómu fløskurnar. Brúkaraumboðið viðgjørdi júst Smyril, tí stovnurin fekk eina áheitan um tað. Strandferðslan sigur, at strandfaraskipini kunnu ikki virka sum fløskumóttøka. Í staðin fyri kunnu ferðafólkini taka fløskurnar, tey keypa umborð, við sær í land og avreiða tær har, sigur Strandferðslan. Hetta hevur virkað sera væl í nógv ár, uttan at nakar hevur kært. Strandferðslan sær tí onga grund til at broyta hetta. Men um kravið er, at Strandferðslan skal hava fløskumóttøku á sama túri, har fløska við panti verður seld, er bara ein gongd leið. Hon er, at Strandferðslan bara selur einnýtisíløt uttan pant, sigur Strandferðslan. Brúkaraumboðið sigur eisini, at talan er um eina fjalda príshækking, tá vøran verður seld við panti uttan at seljarin letur pantið aftur. Løgmaður hevur sett sær, at við árslok eru nýggjar reglur komnar um lønina hjá landsstýrisfólkum. Løgmansskrivstovan boðar frá, at løgmaður ætlar at gera nýggjar reglur um løn og setanarviðurskifti hjá landsstýrisfólkum fyri at fáa hesi viðurskifti so røtt og rímulig sum til ber. Løgmaður hevur heitt á føroysku umboðini í dómaratilnevningarnevndini um at geva sær eitt uppskot um fólk at seta í óhefta nevnd, sum skal geva løgmanni tilmæli um samsýningar og eftirløn hjá landsstýrisfólkum. Tilmælið verður grundarlag undir lógaruppskoti, sum verður lagt fyri formenninar í øllum flokkunum. Síðani verður uppskotið lagt fyri løgtingið. Miðað verður eftir at koma á mál um ársskiftið, upplýsir Løgmansskrivstovan. Eydnast ikki at broyta lønina við hesum lógaruppskoti, er ætlanin at broyta stýriskipanarlógina í staðin fyri, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður. Hann sigur, at lønin og setanarviðurskiftini hjá landsstýrisfólkunum eiga at vera í javnvág við setanar og lønarlagið í samfelagnum. Men samstundis eiga tey eisini at vera í samsvari við ábyrgdina, sum landsstýrisfólk hava. Løgmansskrivstovan hevur kannað møguleikan at gera eina skipan sum ta í Íslandi. Har ásetir ein óheft nevnd samsýningarnar hjá ráðharrunum og ikki altingið. Ein slík skipan krevur tó broyting í stýrisskipanarlógini. Kaj Leo Holm Johannesen sigur í tíðindaskrivi, at samsýningarnar hjá landsstýrisfólkum eiga at verða endurskoðarar. Um lógaruppskotið, sum eg farið at leggja fyri tingið í heyst, ikki ber á mál, verður farið undir tilgongdina at broyta stýrisskipanarlógina, sigur løgmaður. Dysturin vesturi á Eiðinum millum FC Suðuroy og HB var merktur av vindi, sum í løtum argaði bæði liðini. Munurin á liðunum var ikki leikliga stórur, men HB vísti rutinu og tol og tryggjaði sær sigurin miðskeiðis í seinna hálvleiki. Málið var eitt fríspark stutt uttan fyri brotsteigin, sum Hallur Hansson setti í netið. Hetta bleiv einasta málið í dystinum og tryggjaði HB fulla úrtøku eftir tveir dystir. Við Løkin í Runavík vann NSÍ 2 0 á gestunum av Tvøroyri. Tað var annars TB, sum kom betur frá byrjan og hevði fleiri málmøguleikar, tó uttan úrslit. NSÍ gjørdi sær harafturímóti dælt av sínum møguleikum. Magnus Olsen legði heimaliðið á odda stutt fyri hálvleik, og beint eftir steðgin staðfesti Klæmint Olsen sigurin fyri NSÍ, sum sostatt hevur vunnið síni fyrstu stig í kappingini. Føroyameistararnir fóru til Klaksvíkar í dag at spæla annan dystin í landskappingini í ár. Í fyrra hálvleiki høvdu liðini bóltin líka nógv, men tað var allatíðina B36, sum kom til teir størru málmøguleikarnar. Teir fingu tó onki burturúr í fyrra hálvleiki, sum endaði málleysur. Í seinna hálvleiki legði B36 betur fyri, og tá ið eitt lítið korter var farið, stóð 2 0 til útiliðið. Fyrra málið skjeyt Róaldur Jacobsen eftir upplegg frá Lukasz Cieslewicz, og fáar minuttir seinni var tað Súni Olsen, sum økti til 2 0, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið av dagsins dysti. Við hesum hevur B36 fulla úrtøku á stigatalvuni við seks stigum, meðan KÍ stendur í stað við einum stigi. Bjørk Herup Olsen setti nýtt føroyst met í gjárkvøldið, tá tað eydnaðist henni at koma á mál áðrenn urið vísti 37 minuttir í 10.000 metra kapping í North Carolina í USA. Bjørk kom á mál við tíðini 36.58,27 min. Sostatt skavaði Bjørk 30 sekund av hennara egna meti, sum hon setti, tá hon vann silvur á Oyggjaleikunum í Isle of Wight. Sum skilst kundi tíðin verið munandi skjótari. Tí tá Bjørk hevði runnið hálvan teinin, fekk hon ilt í annan tjúkkan. Skaðin darvaði hana nakað, men ikki so nógv, at hon ikki fekk runnið seinatu 5000 metrarnar. ÍF hevur fult stigatal, nú fuglfirðingar hava spælt tveir dystir. Aftur í kvøld eydnaðist at fáa trý stig. Eftir at støðan var 0 0 í hálvleikinum, skoraði ÍF tvær ferðir í seinna hálvleiki. Simon Skibsted skeyt fyrsta málið, tá tólv minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini. Bólturin kom inn fyri úr vinstru síðu, og inni í brotssteiginum megnaði kviki danin at finna sær pláss, áðrenn hann smekka bóltin í málið. Bara fýra minuttir seinni økir ÍF. B68 hevur sent nógv fólk fram fyri at fáa útjavnandi málið, men toftamenn missa bóltin og so fer ÍF í kontraálop. Endin er, at Jákup Johansen verður sendur avstað. B68 málverjin kemur úr brotssteiginum, men hevur ongan kjans, tá Jákup hegnisliga lyftir bóltin upp um málverjan og í málið. Sigurin hjá Fuglfirðingur er uppiborðin. Fuglfirðingar royndu nógv meira enn toftamenn at spæla fótbólt og komu eisini til tær vandamiklastu royndirnar. Tó kundi alt helst sæð øðrvísi út, um B68 hevði skorað upp á sín størsta møguleika, sum kom tá 20 minuttir vóru eftir og støða enn var 0 0. Bólturin kom væl inn fyri, Oddur Højgaard skallaði væl, men bólturin fór á tvørtræið og út aftur í spæl. Eftir dystin hitti Kringvarp.fo ÍF leikaran Simon Skibsted. Simon, sum er áleypari, hevur skorað í báðum sínum fyrstu dystum fyri ÍF og letur væl at Tað er ikki so týdningarmikið um tað eri eg ella onkur annar sum fær málini, bara vit fáa tey. Men tað ger tað sjálvandi stuttligari hjá mær, at eg fái nøkur mál frá byrjan. Mær dámar væl í ÍF og fuglfirðingar hava tikið væl í móti mær, sigur Simon Skibsted við Kringvarp.fo Í morgin eru hesir tríggir dystirnir á skránni í Effo deildini KÍ B36 FC Suðuroy HB NSÍ TB. Hinvegin ger skeiva aldurssamansetingin í samfelagnum, at samgongan hevur einki annað val enn at hækka pensjónsaldurin. Tað er metingin hjá Eyðfinni Finnson, búskaparfrøðingi á Hagstovu Føroya. Samgongan hevur avgjørt at hækka pensjónsaldurin, sum í dag er 67 ár. Aldurin skal hækkast upp í minst 68 ár og kanska hendir hetta longu komandi ár. Eyðfinnur Finnson útilokar ikki at hækkingin av pensjónsaldrinum kann fáa avleiðingar fyri arbeiðsmarknaðin og arbeiðsloysið. Trupulleikin er snøgt sagt, at tað verða ov fá fólk í arbeiðsførum aldri í mun til tey gomlu, sum gerast alsamt eldri. Trupulleikin, við skeivu aldurspyramyduni, er akuttur, heldur búskaparfrøðingurin, ið metir, at samgongan ikki hevur nakað annað val enn at hækka pensjónsaldurin. Hækkar pensjónsaldurin, so noyðist ALS eisini at leingja útgjaldsskeiðið hjá teimum, sum røkka pensjónsaldurin, so tey kunnu verða í skipanini til tey 68 ár ella eldri. Og tað fer at geva eyka útreiðslur, er metingin hjá Eyðfinni Finsson. Nýggja metið bleiv svomið á stuttgeil í donsku meistarastevnuni fyri lið, tað er besta deildin í Danmark. Sambært svimjing.com er nýggja metið hjá Magnusi 28 hundraðpartar skjótari enn gamla metið, sum hann átti sjálvur. Tíðin er eisini skjótari enn danska juniormetið á 25.31, sum Mathias Gydesen setti í 2006, skrivar svimjing.com Víkingur hevur fult stigatal eftir at felagsliðið úr Gøtu og Leirvík hevur spælt tveir dystir. Víkingur vann aftur í kvøld, tá EB Streymur vitjaði. Víkingur var á odda 1 0 í hálvleikinum. Málið kom tíggju minuttir fyri hálvleik, tá EB Streyms leikarin, Sorin Anghel, gjørdi sjálvmál. Bara átta minuttir vóru farnir av seinna hálveiki tá EB Streymur javnaði. Tað málið skeyt framherjin, Arnbjørn Hansen. Sigursmálið kom tá tjúgu minuttir vóru eftir. Víkingur hevði hornaspark og inni í brotssteiginum skoraði Evrard Ble við høvdinum. Eftir at bæði liðini hava spælt tveir dystir hevur Víkingur seks stig, meðan EB Streymur hevur eitt stig. Í morgin er aftur ein dystur á skránni. B68 og ÍF spæla á Toftum klokkan fýra. Hinir dystirnir eru sunnudagin. Í Klaksvík spæla KÍ og B36, FC Suðuroy tekur ímóti HB í Vági og við Løkin í Runavík spæla NSÍ og TB. Tilfar 400 g av høsnakjøti 1 grøn piparfrukt 1 leykur 1 purra 1 tesk av karry 1 súpisk av olju 1 tesk av farin 1 dós av kokusmjólk light 1 dós av flustum tomatum 1 ltr av vatni 3 høsnabótamolar 3 hálvar ferskur 50 g av mandlum Arbeiðsháttur Sker kjøtið í petti og piparfruktina í álir, leykin smátt og purruna í flísar Hita oljuna í einari grýtu og brúnka karryið og farinið saman við grønmetinum og kjøtinum Koyr kokusmjólkina, flustu tomatirnar, vatnið og bótarmolarnar í Lat súpanina kóka undir loki í umleið 15 minuttir Sker ferskurnar í bátar og koyr í súpanina saman við mandlunum, áðrenn borðreitt verður Smakka til við salti og pipari Landskassin fer at hava hall í nøkur ár afturat, men halda metingarnar hjá Fíggjarmálaráðnum, verða 19 milliónir krónur í avlopi í 2016, og í 2017 verður avlopið 74 milliónir krónur Tað verður upplýst í uppskotinum til játtanarkarmar fyri 2013, sum Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt fyri tingið. Í ár verður hallið á fíggjarlógini 365 milliónir krónur. Næsta ár verður undirskotið 250 milliónir, og í 2015 er hallið komið niður á 83 milliónir krónur. Men síðani vendir gongdin, og árið eftir verður avlop. Til tess at fáa avlop aftur á fíggjarlógina er neyðugt at fremja stórar nýskipanir í amenna bygnaðinum næstu fimm árini, sigur Jørgen Niclasen, og hetta er galdandi fyri bæði inntøku og útreiðslusíðuna. Harumframt verður neyðugt við rasjonaliseringum og samanleggingum í almenna geiranum. Næsta ár fer tað kosta 4,4 milliardir krónur at reka føroyska samfelagið, og íløgur verða gjørdar fyri 300 milliónir krónur, ella tilsamans 4,7 milliardir. Inntøkurnar verða mettar til slakar 4,5 milliard krónur. Tí verður hallið á fíggjarlógini næsta ár 250 milliónir krónur Eik Banki hevði eina fjórðings milliard í halli í fjør Tað vísir fyrsti ársroknskapurin hjá endurstovnaða Eik Banka, sum fevnir um 15 mánaðir frá oktober 2010 til ársskiftið í ár. Hallið hetta tíðarskeiðið var 256 millónir krónur eftir skatt. Høvuðsorsøkin til stóra hallið er, at bankin misti nógvan pening í sambandi við at yvirtaka virksemið hjá gamla Eik Banka í oktober 2010. Hetta kostaði 514 milliónir krónur Harafturat vóru staðfestu tapini og niðurskrivingarnar hetta roknskapartíðarskeiðið 410 milliónir krónur. Henda tíðin hevur verið nógv merkt av, at bankin hevur yvirtikið ognir við vánaligari góðsku, sigur Eik. Starvsfólkatalið hjá Eik er minkað úr 235 niður í 205. Og deildirnar eru eisini vorðnar færri. Tær vóru 15, men nú eru tær níggju í tali. Solvensurin er í Eik 22,2 prosent. Lógarkravda minstakravið er 8 prosent. Útlánini eru minkað 1,9 milliardir, men innlánini eru vaksin 900 milliónir krónur. Sum liður í fyrireikingunum til komandi HM undankapping, er avtala gjørd íslendska fótbóltssambandið, at Ísland og Føroyar spæla vinardyst í Reykjavík mikudagin 15. august. Fyrsti dystur hjá føroyska A landsliðnum í samband við HM undankappingina, er á útivølli fríggjadagin 7. september. Tá tekur Týskland ímóti í Hannover. Ísland byrjar sína HM undankapping á heimavølli ímóti Norra Fimm milliónir krónur kunnu sparast árliga í rakstri, um skipini hjá tí almenna verða løgd í landsreiðarí. Í búskaparfrágreiðingini, sum í dag verður almannakunngjørd í sambandi við, at fíggjarkarmarnir verða lagdir fram, verður roknað við møguleikanum at leggja øll skip undir landinum í eitt reiðarí. Talan er um vaktarskipini, havrannsóknarskip og strandfaraskipini. Í frágreiðingini verður sagt, at hesin rakstur átti at verið miðsavnaður fyri at gagnnýta stórrakstrarfyrimunirnar og vitan. Mett verður, at henda samanleggingin kann fremjast longu í ár, og um undirtøka er fyri hesi samanlegging, kann ein millión krónur sparast næsta ár, fýra milliónir í 2014 og fimm milliónir krónur árliga árini eftir. Hallið 250 milliónir krónur næsta ár Sambært uppskotinum til játtanarkarm verður hallið á fíggjarlógini næsta ár 250 milliónir krónur. Íløgurnar verða 299 milliónir. Fíggjarmálaráðið væntar, at inntøkurnar verða fýra milliardir og 470 milliónir krónur, og raksturin verður mettur at kosta fýra milliardir og 421 milliónir krónur í 2013. Løgtingið fer í dag at hava aðru viðgerð av málinum um avgjald á sterkum øli, sum sambært lógini kann seljast frá 1. apríl. Men í løtuni er ógreitt, um sterka ølið kann seljast mánadagin. Skal lógin um avgjald koma í gildi 1. apríl, verður neyðugt at víkja frá tíðarfreistini, so bæði onnur og triðja viðgerð kunnu vera í tinginum í dag. Sterka ølið kann ikki seljast, fyrr enn tað hevur fingið eitt nummar í vøruskránni hjá tollvaldinum. Tað nummarið fær ølið ikki, fyrr enn løgtingið hevur ásett tað. Uppskotið frá Fíggjarmálaráðnum kom í tingið 7. mars, men fyrsta viðgerð var ikki fyrr enn 23. mars. Fíggjarnevndin hevur síðani viðgjørt málið, og legði álit fyri tingið í gjár. Fíggjarnevndin mælir løgtinginum at samtykkja uppskotið frá landsstýrinum. Málið kemur til aðru viðgerð á tingfundinum, sum byrjar klokkan hálvgum tíggju fyrrapartin. Óvissan og ótryggleikin um framtíðina hjá Vinnuháskúlanum hevur enn einaferð fingið Tórshavnar býráð at mótmæla ætlanini um at flyta Vinnuháskúlan úr høvuðsstaðnum. Á býráðsfundi í gjárkvøldið skrivaðu allir møttu býráðslimirnir undir eina yvirlýsing, har mótmælt verður ætlunum um at flyta partar av skúlanum úr høvuðsstaðnum. Enn valdar ótolandi óvissa og ótryggleiki um framtíðina hjá Vinnuháskúlanum. Javnan frættist eisini um tilvildarligar ætlanir at niðurlaga og flyta aðrar útbúgvingar úr Havnini. Tórshavnar býráð mótmælir harðliga hesi gongd, stendur millum annað í yvirlýsingini. Í staðin mæla býráðslimirnir til, at ein ætlan verður løgd, ið kann styrkja Tórshavn til ein veruligan útbúgvingar og universitetsbý. Tórshavnar býráð samtykti einmælt á fundi í gjárkvøldið at fara undir fyrsta stig til tess at byggja eina nýggja svimjihøll til kappsvimjing. Talan er um eitt uppskot frá Havnar Svimjifelag um at byggja ein 50 metra langan og 25 metra breiðan hyl aftur at verandi svimjihøll í Gundadali. Høllin skal byggjast á økinum vestan fyri verandi svimjihøll, har høvuðsskrivstovan hjá ÍSF er. Býráðið samtykti at játta eina hálva millión krónur til í fyrstu syftu at fáa til vega byggiskrá, har byggiætlanin verður lýst og kravfest og at fáa gjørt skitsuuppskot. Fyrrapartin í morgin verður spariætlanin hjá landsstýrinum kunngjørd, so hallið á fíggjarlógini verður burtur í 2016. Uppskotið til samtyktar um játtanarkarmar fyri 2013 verður lagt fram á tingfundinum klokkan hálvgum tíggju, og tíðindafundur verður í Fíggjarmálaráðnum hálvan tíma seinni. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fæst ikki at siga, hvat ætlaða hallið verður á fíggjarlógini næsta ár, men útvarpið hevur frætt, at hallið verður undir 300 milliónir krónur. Semja er í landsstýrinum um karmarnar, men útvarpið skilir, at flokkarnir eru ósamdir um íløguætlanina. Tað ljóðar, at nýggja havrannsóknarskipið má bakka fyri tronga búskapinum, og ætlanin við nýggjum tjóðleikhúsi er eisini útsett. Sandoyartunnilin fær 10 milliónir krónur í 2015, og so er ætlanin at seta pengar av í 2016 og 2017. Tunnilin Norður um Fjall er eisini útsettur, men samgongan hevur sett sær fyri at kanna, hvussu nógv tað kostar at gera ein nýggjan tunnil til Hvalbiar. Sum útvarpið skilir, verður verkætlanin um skúladepilin í Marknagili í Havn framd sum ætlað. Málið um útbjóðingartilfarið til skúladepilin í Marknagili, ið handverksvinnan skírir at vera ógreitt og torskilt, er nú endað á borðinum hjá landsstýrismanninum í mentamálum. Bjørn Kalsø hevur biðið um fund við Landsverk, eftir hvøssu atfinningarnar frá Føroya Handverksmeistarafelag móti útbjóðingartilfarinum í Føroya størstu byggiætlan. Føroya Handverksmeistarafelag, ið umboðar flestu fyritøkurnar, sum hava fingið undagóðkenning at bjóða uppá arbeiðið, mælir myndugleikunum til at steðga á og endurskoða og rætta útboðstilfarið. Felagið er av tí fatan, at sum heild er útbjóðingartilfarið ikki gjørt sambært galdandi siðvenju innan økið, og kann í fleiri førum ikki kallast eitt detailprosjekt eftir vanligum føroyskum standardi. Niðurstøðan í skrivinum frá Føroya Handverksmeistarafelag er greið. Marknagilsverkælanin er ikki klár, nú arbeiðið at byggja hana verður boðið út. Hetta ger tað ógjørligt hjá teimum, ið skulu bjóða uppá arbeiðið, at koma við einum skikkaðum boði. Tí má freistin at bjóða uppá arbeiðið leingjast, sigur Handverksmeistarafelagið. Tilsamans 21 fyritøkur fingu herfyri undangóðkenning til at bjóða uppá arbeiðið. Landsverk ætlar, at lisitatiónin skal haldast í apríl mánaði. Fundurin millum Bjørn Kalsø, landsstýrismann, og Landsverk verður í morgin. Vágatunnilin hevur seinastu fýra árini kostað 18,5 milliónir krónur um árið at reka. Av hesum eru 12 milliónir avskrivingar. Rentukostnaðurin er ikki íroknaður, men hann hevur seinastu fýra árini verið í miðal 2,5 milliónir krónur. Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, upplýsir í einum svari til fyrispurning frá Jenisi av Rana, løgtingsmanni, at inntøkurnar hjá Vágatunlinum seinastu fýra árini hava ligið um 22 milliónir krónur um árið í miðal. Raksturin av Norðoyatunlinum seinastu fýra árini hevur kostað góðar 20 milliónir krónur um árið. Av hesum eru 11, 6 milliónir avskrivingar. Rentukostnaðurin hesi árini hevur verið góðar 5 milliónir krónur um árið. Inntøkurnar hjá Norðoyatunlinum seinastu fýra árini hava verið 26,4 milliónir krónur í miðal um árið. Skal bilferðslan einsamøll fíggja Samdoyartunnilin fer tað at kosta 453 krónur at koyra aftur og fram í tunlinum. Tað upplýsir Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, í einum svari til skrivligan fyrispurning frá Jenisi av Rana, løgtingsmanni úr Miðflokkinum. Hann spurdi landsstýrismannin um undirsjóvartunlar og ferjur, og hvat loysir seg. Landsverk metir, at tað fer at kosta 700 milliónir krónur at byggja Sandoyartunnilin. Mett verður, at 126.000 akfør fara at koyra í tunlinum um árið, og skal ferðslan einsamøll fíggja alla verkætlanina, verður ferðaseðlaprísurin 453 krónur aftur og fram. Hesar útgreiningar eru gjørdar í sambandi við ætlanina at byggja Skálafjarðartunnilin og tunnil undir Skopunarfjørð Dýr enduríløga Tá er enduríløgan upp á 700 milliónir krónur 20. hvørt ár íroknað, og rentan er sett til 3,7 prosent. Verður enduríløgan sett til 350 milliónir krónur 20. hvørt ár, kann ferðaseðilin í Sandoyartunlinum lækka niður í 250 krónur aftur fram. Í Noregi verða tunlar heildarumvældir 20. hvørt ár, og har er høvuðsreglan, at tað kostar líka nógv at heildarumvæla tunnil, sum tað kostaði at byggja hann 20 ár frammanundan. Landsverk heldur seg upp at norskum normum, og hevur somu royndir av útreiðslum til at heildarumvæla Leynatunnilin, Norðskálatunnilin og Brúnna um Streymin, sigur Kári P. Højgaard. Hesar verkætlanir kostaðu á leið tað sama at høvuðsumvæla til dagsins krøv, sum tær kostaðu at fremja 30 ár frammanundan. Verður spurt, um tað í løtuni er rætt at samráðast saman, noyðast vit at ásanna, at tað er tað ikki. Soleiðis sigur Maud Wang Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum, í frágreiðingini til aðalfundin í Pedagogfelagnum 14. apríl. Maud Wang Hansen sigur, at Fakfelagssamstarvið stóð sína roynd í samráðingunum við lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Men leisturin, sum samráðingarnar vórðu lagdar eftir, var beinleiðis atvoldin til, at felags samráðingarnar fingu vánalig kor. At feløgini í útgangsstøðinum eru sera ymisk, er ikki endiliga ein trupulleiki. Men vantandi áhugin frá mótpartinum at samáðast gav okkum ein trupulleika, sigur Maud Wang Hansen í frágreiðingini til aðalfundin. Føroya Lærarafelag hevur tikið seg úr Fakfelagssamstarvinum, og nú eru bert trý feløg eftir Starvsmannafelagið, Havnar Arbeiðskvinnufelag og Pedagogfelagið. Nevndirnar í hesum feløgum fara nú at eftirmeta støðuna, og um grundarlag er at halda fram at samráðast saman, sigur Maud Wang Hansen. Verður spurt, um tað í løtuni er rætt at samráðast saman, mugu vit ásanna, at tað er tað iki. Tó eru nógv mál, sum vit eiga at loysa í felag, og enntá við fleiri fakfeløgum enn teimum, sum vóru í Fakfelagssamstarvinum, sigur forkvinnan í Pedagogfelagnum í frágreiðingini til aðalfundin hjá Pedagogfelagnum. Tórshavnar býráð fer í kvøld taka støðu til, um kommunan skal játta 3,1 millión krónur at leggja graslíki á Tórsvøll. Trivnaðarstjórin, mentamálaleiðarin, Mentamálanevndin og Fíggjarnevndin mæla øll til, at kommunan játtar pengarnar. Stigið, at leggja graslíki á grasvøllin, er liður í heildarætlanini at gera Tórsvøll til altjóða stadion, ið Tórshavnar kommuna og Fótbóltssambandið í felag standa fyri. Landsbyggifelagið hevur mett, at tað fer at kosta 7,5 milliónir krónur at leggja graslíki á Tórsvøll. Fótbóltssambandið hevur sagt seg vera sinnað at rinda 4,5 milliónir krónur, og í kvøld skal Tórshavnar býráð so taka støðu til, um kommunan játtar aðrar 3,1 milliónir krónur til endamálið. Fíggjarnevndin mælir til at taka pengarnar av íløgujáttanini hjá kommununi fyri í ár. Í samband við, at tað í januar vórðu liðin 40 ár, síðani Margretha drotning tók við, avgjørdu landsstýrið og løgtingið at lata drotningini gávu. Landsstýrið og løgtingið avráddu saman við Listasavni Føroya og kongshúsinum, at gávan skuldi verða eitt listaverk, gjørt serstakt til høvið. Listaverkið skuldi latast seinni. Listaverkið er síðani gjørt liðugt, og tað verður avdúkað á almennari móttøku á Listasavninum í morgin klokkan 14 Á móttøkuni fara løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, og løgtingsformaðurin, Jógvan á Lakjuni, at avdúka listaverkið, og listafólkið fer at greiða frá listaverkinum. Gávan verður latin Margrethu drotning 17. apríl. Føroyingarnir, sum trotabúgvið eftir týska íløgufelagið Phoenix hevur stevnt, fingu í gjár seks vikur til gera av, um tey vilja enda málið við semju og góðtaka kravið í stevningini. Hjá teimum, sum ikki gera tað, heldur málið fram í Føroya rætti og endar við dómi. Trotabúgvið heldur seg hava eina góða sak, eftir at Eystari landsrættur hevur felt dómar í málum móti donskum íleggjarum í Phoenix. Og tað var enntá fimta deild hon sum plagar at vera í Føroyum sum segði hesar dómar. Fimta deild hjá Eystara landsrætti fer tí neyvan at døma øðrvísi í føroyskum málum. Bæði einstaklingar og feløg Trotabúgvið hevur stevnt 13 smápartafeløgum, partafeløgum og einstaklingum í Føroyum eftir pengum, sum tey, sambært stevningini, av órøttum fingu frá týska felagnum, tí talan var um fiktivar pengar pengar, sum í veruleikanum ikki vóru til. Tað eru pengar, sum fólk og feløg fingu umframt tað, sum tey settu í Phoenix. Trotabúgvið stevnir fyri at fáa pengar til øll hini, sum einki tóku av sínum kontum í Phoenix, og mistu tað, tey settu í íløgufelagið. Fremsta málið hjá einum trotabúgvi er at fáa sum flestar pengar at býta millum kreditorarnar hjá tí, sum fór á heysin. Virksemið hjá Phoenix Kapitaldienst varð avdúkað í 2005, eftir at stovnarin árið fyri doyði í einari flogvanlukku. Phoenix fekk millum annað nógvar føroyingar at seta pengar í felagið við tí endamáli, at pengarnar fóru til íløgur, sum so skuldu geva teimum, sum settu í, avkast. Og fólk og feløg fingu eisini pengar aftur frá Phoenix. Men tað vóru pengar hjá nýggjum íleggjarum, sum gomlu íleggjarnir fingu. Lægri innskjótaratrygd Trotabúgvið roynir nú at fáa teir pengar aftur, sum fólk og feløg fingu umframt tað, sum tey settu í Phoenix. Tí sambært trotabúnum høvdu tey ongan rætt til at fáa hesar pengarnar. Málini verða avgreidd eftir týskum rætti. Í Týsklandi er trygdargrunnurin hjá innskjótarum ikki so stórtøkin sum í danska ríkinum, har sum grunnurin letur upp til 750.000 krónur av missinum. Í Týsklandi er trygdin bara 150.000 krónur Sambært týskum rætti ber til at fara fýra ár aftureftir frá húsaganginum, so stevningarnar umfata árini 2001 til 2005. Krøvini móti stevndu føroyingunum, sum settu pengar í Phoenix Kapitaldienst, eru úr 50.000 krónum upp ímóti milliónini. Tað er eitt samt landsstýri, sum hesaferð hevur latið løgtinginum uppskot um játtanarkarmar fyri næsta ár. Allir fýra samgonguflokkarnir taka undir við karminum. Flokkarnir taka eisini undir við Rakstrar og Løgu Úrslitinum fram til 2016, tá hallið á fíggjarlógini skal verða burtur. Men semja er ikki í samgonguni um øll tiltøkini, sum neyðug eru at fremja, fyri at fáa hallið burtur í 2016. Tí eru karmarnir næstu árini ikki neyvt útgreinaðir, men tað stendur í uppskotinum, hvussu nógv aðalráðini skulu spara. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur latið løgtinginum uppskotið um játtanarkarmin fyri 2013, men hann vil einki siga um, hvat stendur í uppskotinum. Frágeiðing og íløguætlan Saman við uppskotinum um játtanarkarm fyri 2013 fylgir eisini ein frágreiðing um búskaparstøðuna, og ein ætlan fyri næstu fimm árini, sum játtanarlógin krevur. Saman við uppskotinum um játtanarkarmin er harumframt ein langtíðar íløguætlan. Landsstýrið hevur raðfest íløgurnar, og fríggjadagin verður greitt, hvussu íløgurnar hjá landsstýrinum verða skipaðar næstu 12 árini, frá 2013 til 2024. Sum útvarpið hevur frætt, er ikki full semja í samgonguni um hesa íløguætlan. Játtanarlógin ásetir, at uppskotið um karmar skal leggjast fram fyri 1. apríl, men av tí at eingin tingfundur er í dymbildagavikuni, verður uppskotið lagt fram nú fríggjadagin. Allur makrelur í Norðuratlantshavi missir nú sína MSC góðkenning. Felagsskapurin Marine Stewardship Council, ið stendur fyri góðkenningini, boðar frá avgerðini. Hon er grundað á úrslitaleysu makrelsamráðingarnar millum ES, Norra, Ísland og Føroyar, ið elvir til, at londini aftur í ár fara at fiska nógv meira, enn fiskifrøðin mælir til. Avgerðing hjá MSC merkir, at allur makrelur, fiskaður í Norðuratlantshavi og landaður í Evropa eftir 31. mars, missir sína góðkenning. Roknað verður við, at avgerðin fer at raka umleið 1400 vørur, ið verða seldar við MSC góðkenning, fyrst og fremst í Vesturevropa. Skotar harmast Skotski fiskimálaráðharrin, Richard Lochhead, harmast um avgerðina. At MSC góðkenningin verður tikin aftur, er sera ørkymlandi. Tað átti at verið áhugi hjá øllum, at makrelstovnurin verður fiskaður burðardygt, og fær góðkenning av altjóða stovnum sum MSC, sigur Lochhead við bretska blaðið The Guardian. Skotski fiskimálaráðharrin sipar til føroysku og íslendsku myndugleikarnar, sum hava ásett sær stórar eginkvotur av makreli. Bretar ov grammir Andras Kristiansen, føroyskur samráðingarleiðari undir makrelsamráðingunum, sigur við blaðið, at ES og harvið eisini Bretland hava verið alt ov gromm at áseta sær egnar kvotur, sum eru heili 95 prosent av tilmælinum hjá ICES. Um londini nú ikki kunnu varðveita sínar MSC góðkenningar, er tað teirra borð, sigur Andras Kristiansen við The Guardian. Marine Stewardship Council, MSC, tekur ikki dagar ímillum, hvørji lond fiska burðardygt, og hvørji ikki fiska burðardygt. Felagsskapurin hyggur bara eftir, um sjálvur fiskastovnurin verður fiskaður burðardygt. Makrelur frá føroyskum skipum hevur ikki góðkenning frá MSC, og tí fær afturtøkan av MSC góðkenning á makrel úr Norðuratlantshavi ikki beinleiðis ávirkan á føroysku vinnuna. Hinvegin verður stigið mett at ávirka uppsjóvarvinnuna í Onglandi, Skotlandi, Írlandi, Danmark, Norra, Svøríki og Hollandi, sum frá næstu viku at rokna ikki kann fiska og selja makrel við MSC góðkenning. Fyrsta reguliga ferðin hjá nýggja flogfarinum hjá Atlantic Airways vardi nakað minni enn tveir tímar. Sambært heimasíðunum hjá Vága floghavn og Københavns Lufthavn fór Airbussurin úr Vágum kl.8.23 í morgun og setti seg í Kastrup kl.11.12 danska tíð. Ssostatt tók ferðin ein tíma og 49 minuttir. Airbus flogfarið er sett í rutu í dag, sama dag sum Atlantsflog hevur 24 ár á baki. 500 fólk flúgva við nýggja flogfarinum, sum tekur 144 ferðafólk, fyrsta dagin. 100 fólk fóru til Keypmannahavnar í morgun, og 142 koma úr Keypmannahavn seinnapartin. Airbussurin verður burturav brúktur á Keypmannahavnarleiðini og flýgur tveir túrar um dagin. Tá háárstíðin byrjar í summar, fer eitt av gomlu flogførunum eisini at flúgva millum Vágar og Kastrup. Sendistova Íslands í Føroyum hevur fingið nýggjan aðalkonsul. Tað er Thórður Bjarni Guðsjónsson, sum nú er komin í starvið. Hann avloysir Albert Jónsson, sum í heyst fór til Moskva at vera sendiharri Íslands. Thórður Bjarni Guðjónsson er triði aðalkonsulin í Føroyum, síðani Ísland læt upp sendistovu í Havn fyri fimm árum síðani. Hann kemur úr einum starvi sum deildarstjóri í íslendska uttanríkisráðnum, men hevur eisini verið varasendiharri Íslands í London. Harumframt hevur hann umboðað Íslands á Nato høvuðsborgini í Brússel. Thórður Bjarni Guðsjónsson hevur útbúgving sum búskaparfrøðingur. Eysturkommuna fer nú saman við Húsalánsgrunninum undir at byggja fimm lutaíbúðir í Leirvík. Talan er um fyrstu verkætlan av sínum slagi í Føroyum, og fyrstu verkætlan hjá Húsalánsgrunninum av hesum slag, nú grunnurin hevur fingið nýggjar heimildir. Á fundi fyrr í vikuni samtykti býráðið í Eysturkommunu at taka stig til at byggja fimm lutaíbúðir og at stovna eitt lutaíbúðarfelag. Húsalánsgrunnurin fíggjar, og Eysturkommuna verður byggiharri, til byggingin er liðug, og kann handast lutaíbúðarfelagnum fyri keypsprís. Í 2007 gjørdi táverandi Leirvíkar kommuna eitt øki byggiklárt til endamálið, samstundis sum tekningar av íbúðunum vórðu gjørdar. Nú lógarheimildin er greið, er klárt at fara undir byggingina. Kommunan og Húsalánsgrunnurin fara seinnapartin at stovna lutaíbúðarfelagið, og og síðani byrjar arbeiðið. Tá keyparar eru til íbúðirnar, verður lutaíbúðarfelagið latið nýggju eigarunum, og kommunan og Húsalánsgrunnurin taka seg úr felagnum. Størri fjølbroytni í bústaðarmarknaðinum Endamálið við lutaíbúðum er at skapa størri fjølbroytni í bústaðarmarknaðinum í kommununi. Eydnast henda verkætlanin væl, eru lunnar lagdir undir fleiri tílíkar verkætlanir í kommununi, sigur Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu. Eysturkommuna og Húsalánsgrunnurin eru samd um, at íbúðirnar skulu taka atlit at umhvørvinum. Tí verður stórur dentur lagdur á, at íbúðirnar verða væl bjálvaðar, krøv vera sett til tættleikan av bygningunum, og hitakeldan verður grøn . Samstundis er ætlanin at seta upp eina skipan við hitavekslarum, sum endurnýtir hitan úr brúksvatninum, og sum gøtumaðurin, Heri S. Jacobsen, hevur ment og fingið patent uppá. Íbúðirnar verða bygdar soleiðis, at at fólk við serligum avbjóðingum eisini kunna søkja um at keypa eina íbúð á jøvnum føti við onnur. Íbúðirnar verða bygdar við Ranggil, oman fyri skúlan í Leirvík. Skattastigin verður prísjavnaður, og barnafrádrátturin hækkar, sjálvt um formansskapurin mælti løgtinginum til at burturvísa málið. Umsitingin hevði gjørt eitt løgfrøðiligt upprit, har mælt varð til at vísa tingmálinum hjá fíggjarmálaráðnum burtur. Sambært uppritinum er tingmálið í stríð við grein 41 í stýriskipanini, har tað stendur, at eingin beinleiðis ella óbeinleiðis skattur má verða álagdur, broyttur ella avtikin uttan við løgtingslóg. Men løgtingið vildi hava løgtingsmálið til viðgerðar, sjálvt um umsiting og formansskapur mæltu løgtinginum til at burtvísa málið.Tað er ein dómur í hægstarætti um somu viðurskifti, sum fekk tinglimir í samgonguni at síggja burtur frá tilmælinum hjá formansskapi og umsiting. Uppskotið at burturvísa uppskotið fall, og tí kom málið til vanliga viðgerð í tinginum. Eftir 1. viðgerð varð málið beint í fíggjarnevndina. Uppskotið hjá landsstýrinum mælir til at javna skattastigan 1. november hvørt ár eftir miðalprístalinum. Somuleiðis at hækka barnafrádráttin við 1.000 krónum fyri hvørt barnið um árið. Kala Lómklett fekk flestar atkvøður á eldraráðsvalinum í Klaksvíkar kommunu í gjár. Hon fekk 57 atkvøður. Og bara kvinnur eru í fyrsta Eldraráðnum í Klaksvíkar kommunu. Maria Olsen fekk 53 atkvøður, Gerda Absalonsen 40, Marita Matras og Hasla Olsen fingu 35 atkvøður. Undirtøkan á valinum í gjár var ikki stór, 31,5 prosent. 1113 fólk høvdu valrætt, men valstýrið er nøgt við undirtøkuna. Fínteljingin verður seinni í vikuni. Nývalda Eldraráðið tekur við sunnudagin, og valskeiðið endar nýggjársaftan 2016. Harafturat eru valdir fimm eykalimir. Fyrrapartin skal Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, í samráð í Uttanlandsnevndini hjá løgtinginum. Nevndin avgjørdi fyri einari viku síðani at spyrja løgmann um sendistovuna í London, sum løgmaður hevur avgjørt at lata aftur. Løgmaður tosaði ikki við Uttanlandsnevndina, áðrenn hann tók avgerðina um sendistovuna. Hann heldur ikki, at avgerðin hevur slíkan uttanríkispolitiskan týdning, at tað var neyðugt at tosa við nevndina fyrst. Men tað halda aðrir politikarar, bæði í samgonguni og í andstøðuni, og tí hevur Uttanlandsnevndin sent løgmanni tríggjar spurningar at svara í dag. Uttanlandsnevndin spyr, hvørjar metingar liggja til grund fyri at niðurleggja sendistovuna í London, hvørjar avleiðingar fær tað, at virksemið hjá sendistovuni í London verður flutt til Brússel, og hvørjar ætlanir hevur løgmaður viðvíkjandi føroyskum sendistovum í framtíðini. Skal grannskoðaramálið í rættin, skal tað fyrst í Føroya rætt. Løgmansskrivstovan vil ikki fara beint í Landsrættin við málinum, soleiðis sum advokaturin hjá teimum sjey grannskoðarunum, sum ætla at stevna løgmanni, mælti til. Christian Andreassen, advokatur, sigur, at hetta málið er so prinsipielt, at tað uttan iva ber til at kæra tað til Hægstarætt eftir, at Landsrætturin hevur dømt í málinum. Tí kann tað byrja í Landsrættinum. Men tað halda tey á Løgmansskrivstovuni ikki. Christian Andreassen sigur, at hann nú fer at fyrireika stevningina, men fyrst skal hann tosa við grannskoðararnar. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, staðfesti tann 21.februar avgerðina hjá Skráseting Føroya um at taka aftur løggildingina hjá níggju granskoðarunum í grannskoðaramálinum. Orsøkin er, at grannskoðararnir ikki hava kravdu próvtøkuna fyri at fáa løggilding. Men fimm grannskoðarar hava tó fingið trý ár til at standa kravdu royndina. Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, er í hesum døgum á Svalbard, har norðurlendsku umhvørvisráðharrarnir hava fund Útlát av CO2 og øðrum evnafrøðiligum evnum, sum varð latin í lofthavið, eru millum málini, ið eru til umrøðu á fundinum á Svalbard. Av tí at Norðurlond liggja tætt við arktiska økið, er tað umráðandi, at Norðurlond standa saman um at minka um útlát av sóti og øðrum bitlum í atmosferuna. Tí arbeiða Norðurlond nú við eini felags yvirlýsing um, hvussu minkast kann um útlátini, ið gera stóran skaða á arktiska økið, skrivar innanríkisráðið í tíðindaskrivi. Eisini í Grønlandi Í farnu viku var Kári P. Højgaard á fundi í Ilulisat í Grønlandi, har ein kommunuráðstevna varð hildin. Grønlendski starvsfelagin, Anton Frederiksen, hevði boðið Kára P. Højgaard til Grønlands at greiða frá kommunalum viðurskiftum í Føroyum. Í 2009 vórðu tær 18 grønlendsku kommununar lagdar saman í fýra kommunur, samstundis sum fleiri uppgávur vórðu fluttar frá Sjálvstýrinum til kommunurnar at umsita. Umframt føroyska landsstýrismannin, greiddu eisini Ouml gmundur Jónasson, íslendskur innanríkismálaráðharri, og umboð fyri danska fíggjarmálaráðið frá kommunalum viðurskiftum. Leygardagurin var einastandandi góður. Sum flest onnur tók eg av kjansinum at sleppa mær útum fyrsta góðveðursdagin í ár. Og eitt sindur kom burtúr úr, hóast nógvar uppgávur vóru í at velja. Síðani vit fóru undir Mælt so hevur leygardagurin verið merktur av at sendingin melur í heysinum á mær. Upplivingin, fyrireikingin og ikki minst gestirnir og samrøðurnar. Tað sum mól mest í heysinum á mær leygardagin var ein partur av samrøðuni við Hanus Hansen. Tí fríggjakvøldið ivaðist eg ikki í, at eg hevði spurt tann skeiva spurningin. Men meðan hønur og dunnur runnu undan, tí eg gekk og kleyraði teirra megin hegnið, so fór eg at ivast í um tað var tann skeivi spurningurin hóast alt. Eg spurdi Hanus Hansen, hvussu hann hevði tað við at vera róptur fyri strámann og eg visti, at hann fór at brúka eina løtu at svara spurninginum. Men eg spurdi hann anyway Og tað var tað eg ivaðist í. Eg ivaðist í um tað var rætt at spyrja ein spurning, sum eg visti fór at taka eina løtu at svara. Eg ivaðist ikki í, at tað var rætt at spyrja spurningin, men í longdini á svarinum. Og tað er eisini viðkomandi at hugsa um, hvar svarið ferð og hvussu langt tað verður. Tí eg veit sjálvandi at ein samrøða skal ikki vera longur enn eitt vist. Verður hon tað, so kann koma í vanda og tað er jú ikki gott. Og eg haldi ikki at tað var skeivt at spyrja spurningin. Tí tað er bæði rætt, rímiligt og áhugavert at hoyra Hanus Hansen svara uppá, hvussu hann hevur tað við at vera róptur strámaður. So kann mann sjálvandi spyrja um ikki onkur annar spurningur átti at verið óspurdur Vit hava havt vitjan í Mælt av Lenu, Eivør og countrykonginum Halli Joensen. Øll trý hava tey verið ein stór uppliving. Sum artistar, sum menniskju. Øll trý eru tey ein inspiratión til okkum onnur, hvussu langt man kann røkka um man vil. Í annaðkvøld er tað so Guðrið Hansdóttir, sum eigur pallin. Guðrið hevur givið tríggjar fløgur út og nú eigur hon tað, sum tónleikarar tráa eftir. Hon hevur sítt ljóð. Summi menniskju duga væl at kynda undir samfelagskjakið og av og á eisini at kitla innara svínhundin hjá okkum øllum. Tað er eitt kynstur og kanska ikki so lætt, sum tað tykist. Eg havi boðið Ólavi í Beiti innar í sjónvarpsstovuna at tosa um hansara eyðkendu eginleikar á tí økinum, men eg haldi ikki hann torir. Well, nú skínur sólin aftur og vit gera klárt. Jón Bjarnason ger eisini klárt. Klárt til OL. Eitt sum eyðkennir Jón Bjarnason er, at hann torir og hann stendur inni fyri tí hann trýr uppá. Spennandi Eisini um eg spyrji rætta spurningin. Tá farið varð undir upptøkurnar av nýggjum pørtum av spenningsrøðini, var ongantíð nakar ivi um, at Sofie Gr bøl, sum hevur høvuðsleiklutin sum Sarah Lund í quot Brotsgerðini, quot aftur skuldi vera í eini troyggju frá Guðun amp Guðrun. Tað váttar Guðrun Rógvadóttir, sum er annar stjórin í klædnafyritøkuni. Men um kenda løgreglukvinnan aftur hesaferð er í einari stjørnutroyggju, vil hon ikki avdúka. quot Brotsgerðin quot er eisini sera væl umtókt spenningsrøð í Bretlandi, og millum trúgvastu hyggjararnar er Camilla, hertoginna av Cornwall, sum er gift Charles prinsi av Wales. Tey hava verið í Danmark á vitjan seinastu dagarnar, og eitt av ynskjunum hjá Camillu var at síggja staðið, har upptøkurnar til Forbrydelsen verða gjørdar. Tað fekk hon sjálvandi eftirlíkað, og í hesum sambandi handaði Mary krúnprinsessa í dag Camillu eina stjørnutroyggju, sum Guðrun amp Guðrun hava sniðgivið. Umleið 100 ferðafólk verða á fyrsta regluliga túrinum hjá nýggja Airbus flogfarinum hjá Atlantsflogi úr Vágum til Keypmannahavnar í morgin ári klokkan 8.15. Airbussurin verður burturav nýttur til Keypmannahavnar rutuna, og hann flýgur tveir túrar um dagin. Á fyrsta túrinum úr Keypmannahavn í Vágar seinnapartin í morgin verða 142 ferðafólk. Tilsamans koma og fara sløk 500 ferðafólk við Airbussinum fyrsta dagin, hann flýgur regluliga rutu. Flogfarið tekur 144 ferðafólk. Airbussurin røkir einsamallur rutuna millum Vágar og Keypmannahavnar til síðst í mai, tá háárstíðin byrjar. Tá verða fleiri fráferðir, og tá fer eitt British Aerospace flogfar eisini at flúgva á hesi rutuni. Gomlu flogførini verða nú annars burturav nýtt til hinar ruturnar hjá Atlantsflogi, er Reykjavík, Billund, London, Bergen og Aalborg. Í summar fer Atlantsflog at flúgva beinleiðis til Barcelona í Spania. Flogið verður hvønn sunnudag, frá hálvum juni til hálvan august. Hesar dagar verða gomlu flogførini nýtt á Keypmannahavnar rutuni. Atlantsflog hevur nú bert trý av gomlu British Aerospace flogførunum eftir. Umframt at flúgva rutuflúgving verða tey nýtt til leiguferðir. Tað gongur ongan veg við sáttmálasamráðingunum á almenna arbeiðsmarknaðinum. Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum hevur gjørt nýggjan sáttmála við fimm feløg, men okkurt um 25 eru eftir. Sáttmálarnir hjá øllum fóru úr gildi 1.oktober í fjør. Samband er millum Lønardeildina og nøkur fá teirra. Fýra feløg, sum hava gjørt sáttmála, gjørdu tvey ára sáttmála. Men Starvsmannafelagið gjørdi eitt árs sáttmála, og hann verður uppsagdur fyrsta dagin at fara úr gildi 1.oktober í ár. Snorri Fjalsbak, stjóri á Lønardeildini, sigur, at enn eru ongar samráðingar komnar so langt, at tosað hevur verið um at fáa semingsfólk uppí. Í Fiskimálaráðnum eru tey nú farin at skriva lógina og kunngerðina, sum skulu stýra makrelfiskiskapinum í 2012. Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Hann sigur, at lógaruppskotið kemur í løgtingið eftir páskir. Jacob Vestergaard vil einki siga um innihaldið í lógini og kunngerðini, tí uppskotini skulu leggjast fyri politiska makrelbólkin hjá samgonguni til góðkenningar, áðrenn tey kunnu sigast at vera endalig. Fiskimálaráðið hevur fingið hundraðtals umsóknir um loyvi til at fiska makrel í ár. Men enn hevur eingin fingið svar. Tað verður ikki fyrr enn lógin er samtykt, sigur landsstýrismaðurin. Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, hevur eftir tilmæli frá stýrinum fyri Føroya Handilsskúla gjørt av at seta Helenu Dam á Neystabø sum stjóra á Føroya Handilsskúla. Tá ið umsóknarfreistin til skúlastjórastarvið var úti tann 14. februar , vóru 15 umsóknir komnar til starvið. Helena Dam á Neystabø er 56 ára gomul, og hon er útbúgvin cand.mag. í donskum og týskum. Eisini hevur hevur hon eina masterútbúgving innan almenna leiðslu. Helena Dam á Neystabø hevur undirvísingarroyndir sum miðnámsskúlalærari og fyrisitingarroyndir frá Landsskúlafyrisitingini, har hon hevði ábyrgd av miðnámsskúlunum, serstakliga Handilsskúlunum. Helena Dam á Neystabø hevur verið stjóri á Føroya Skúlabókagrunni, umframt at hon hevur verið landsstýriskvinna fleiri ferðir, síðst í Mentamálaráðnum við ábyrgd av millum annað skúlamálum. Nýggi stjórin tekur við starvinum 15. apríl í ár. Er tað rímiligt, at politikarar fáa nógv meiri at ferðast fyri enn onnur, sum skulu til Havnar til arbeiðis Og hví skulu politikararnir sjálvir áseta sær løn og aðrar ágóðar Tað verður spurt í kjakinum í Degi og Viku í kvøld. Bárður Nielsen, formaður í fíggjarnevndini, og Rigmar Dam, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, sum legði uppskot fyri tingið um at broyta kostnaðarendurgjaldið, verða í sjónvarpsstovuni. Beinta Løwe Jacobsen er vertur Fólkaflokkurin tykist at hava bakkað í spurninginum um tilfeingisgjald, hóast hvørki Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins, ella Kaj Leo Johannesen formaður Sambandsfloksins, vilja vátta, at so er. Dimmalætting endurgevur løgmann fyri at siga, at komið er tvørtur um spurningin um tilfeingisgjald Nú skulu vit finna semju um, hvussu stórt tað skal vera, sigur Kaj Leo Johannesen við blaðið. Dimmalætting sigur seg skilja, at talið verður nakað oman fyri hundrað milliónir krónur, men løgmaður fæst ikki at vátta, at hann er rætt endurgivin. Jørgen Niclasen vil heldur ikki vátta, at Fólkaflokkurin nú gongur við til at áseta tilfeingisgjald. Tað má bíða, til fíggjarkarmarnir eru lagdir fyri Løgtingið sigur hann. Ein bólkur við umboðum fyri flokkarnar í samgonguni hevur viðgjørt spurningin um tilfeingisgjaldið, og seinni í vikuni fer Jacob Vestergaard, landstýrismaður, at koma aftur til bólkin við, hvussu uppskotið skal orðast. Fleiri stovnar undir Fíggjarmálaráðnum vænta sær boð frá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, um at teir skulu leggjast saman. Tað eru stovnar sum Landsbankin, Hagstovan og Gjaldstovan, ið kunnu rokna við at fáa boð um at teirra framtíð fer at ligga í onkrum slagi av felags eind. Jørgen Niclasen sigur, at eingin avgerðin er tikin. Men í sambandi við fíggjarkarmarnar hevur hann boðað frá, at tað almenna skal rekast fyri minni kostnað enn higartil. Stjórin í Landsbankanum, Sigurð Poulsen, vil einki annað siga enn, at hann hevur hoyrt um ætlanina. Annars hevur áður verið tosað um at leggja Landsbankan saman við øðrum almennum stovni. Tá hevur Sigurð Poulsen mælt ímóti og lagt dent á, hvussu neyðugt tað er at hava ein Landsbanka, ið verður rikin sjálvstøðugt og óheftur av øðrum. Stjórin á Hagstovuni, Hermann Oskarsson, skrivar á heimasíðuni stovnsins um, hvussu stóran týdning tað hevur, at virksemið hjá Hagstovuni er púra óheft av politiskum og fyrisitingarligum myndugleikum. Eginognin í Bakkafrosti er nú eina milliard og 61 millónir krónur Bakkafrost hevði í fjør 323 millónir krónur í avlopi eftir skatt, og vinningsbýtið var 48,9 miljónir krónur Felagið væntar at ala millum 43.000 og 45.000 tons av laksi í ár. Bakkafrost hevur kryvjivirki í Klaksvík, Kollafirði og á Strondum, og ger lidnar rættir á Glyvrum og í Fuglafirði. Eftir aðalfundin eru nevndarlimirnir teir somu. Rúni M. Hansen er formaður, og hini eru Johannes Jensen, Virgar Dahl, Trine Sæther Romuld, Annika Frederiksberg og Odd Eliasen. Í valnevndini sita Gunnar í Liða, Helge Moen, Líggjas í Bø, stjóri í íløgufelagnum Tjaldri, sum hevur keypt meirilutan í Faroe Farming, Tummas Eliasen og Bergur Poulsen. Nevndin fekk heimild at keypa upp í 10 prosent í egnum partabrøvum, og at hækka partapening felagsins við 4,8 millónum partabrøvum. Í seinasta lagi á midnátt í kvøld skal landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen NNiclasen, lata løgtinginum uppskotið til játtanarkarmar fyri 2013. Umframt samlaða játtanarkarmin fyri fíggjarlógina næsta ár, skal løgtingið eisini hava eina frágreiðing um búskaparstøðuna, eitt nú hvussu stendur til hjá tí almenna. Uppskotið til løgtingssamtykt skal leggjast fram fyri 1. apríl, men av tí at eingin tingfundur er í páskavikuni, skal uppskotið leggjast fram nú fríggjadagin. Løgtingsskrivstovan skal hava tríggjar yrkadagar at kanna uppskotið, og tí skal tað latast inn áðrenn midnátt í kvøld. Stívliga 1100 fólk hava valrætt á fyrsta valinum til Eldraráðið í Klaksvíkar kommunu. Valið er í dag. 11 fólk, átta kvinnur og tríggir menn, stilla upp. Fólk, sum í dag eru 60 ár ella eldri, hava valrætt og eru valbær. Valið er í Býráðshúsinum í Klaksvík frá klokkan tíggju fyrrapartin til klokkan átta í kvøld. Fimm fólk skulu veljast í Eldraráðið. Harafturat skulu veljast fimm tiltaksfólk. Valskeiðið er fýra ár. Men fyrsta eldraráðið situr frá 1. apríl í ár til 31. desember í 2016. Eldraráðið hjá Klaksvíkar kommunu skal ráðgeva býráðnum í málum, sum viðvíkja eldri fólki. Ráðið skal eisini standa fyri samskiftinum millum borgarar og kommunu, tá eldrapolitikkurin verður lagdur til rættis. Úrslitið hjá Faroe Petroleum í fjør varð 127 milliónir krónur í avlopi fyri skatt. Í 2010 hevði oljufelagið 231 milliónir krónur í halli fyri skatt, so úrslitið í fjør batnaði 358 milliónir krónur. Umsetningurin hjá felagnum fleirfaldaðist, úr 134 milliónum krónum upp í 713 milliónir krónur. Um ársskiftið framleiddi felagið úr 10 olju og gass framleiðslueindum, í miðal góðar 10.000 tunnur av olju um dagin. AElig tlandi verður Faroe Petroleum við í fimm brunnum í ár, tveimum í bretskum øki og trimum í Noregi. Faroe Petroleum er fyristøðufelag á Clapton brunninum. Einasta loyvi, Faroe Petroleum hevur í Føroyum, er eitt forkanningarloyvi. Tað fer kanska at bera til at keypa sera bíligt sterkt øl mánadagin, øl, sum er sterkari enn 5,8 prosent, uttan toll og avgjøld. Orsøkin er, at løgtingið hevur ikki ásett avgjaldið á sterka ølið. Lógaruppskotið kom annars í løgtingið úr Fíggjarmálaráðnum 7.mars. Men fyrsta viðgerð var ikki fyrr enn 23.mars. Nú er málið í Fíggjarnevndini, og Fíggjarnevndin hevur ikki fund aftur fyrr enn hósdagin. Stóri spurningurin er nú, um sterka ølið kann seljast, tá tað einki nummar hevur í vøruskránni hjá tollvaldinum. Tað nummarið fær sterka ølið ikki fyrr enn løgtingið hevur ásett nummarið. Embætisfólk hjá løgtinginum og Fíggjarmálaráðnum kjakast dúgliga um spurningin í teldupostum, sum kunnu lesast á heimasíðuni hjá løgtinginum. Fíggjarmálaráðið heldur uppá, at sterka ølið kann ikki seljast, um tað ikki hevur nakað vørunummar, sum tað kann tollast eftir. Men løgfrøðingarnir hjá løgtinginum og TAKS siga, at tað ber ikki til at nokta at selja eina vøru, sum er góðkend við lóg, sama um hon ikki hevur nakað vørunummar. Finnur TAKS ikki onkra leið at fáa sín part av sterka ølinum, kann tað enda við, at sterka ølið verður tollfrítt líka til lógin, sum enn er í Fíggjarnevndini, er lýst og komin í gildi. Tá ið luft rekur yvir havinum, har ongar forðingar er, flýtur hon javnt og snøgt. Tá ið luftin rakar eina oyggj ella oyggjar, eru tveir vegir at fara fram við ella uppum. Tað, sum fer upp, kemur niður aftur tað ger luft eisini. Hetta luftrákið sæst aftur sum bylgjur eins og tá tú tveitur ein stein út í ein hyl og hesar bylgjur halda fram, til ongin orka er eftir. Hesar luftbylgjur síggjast aftur í skýggjunum. Tey ovaru skýggini eru ljósari enn tey, sum eru niðast í aldudalinum. Igrave alisfrøði er hetta kent sum interferensmynstur. Myndina hevur fylgisveinurin Aqua tikið. Hon vísir, hvussu luftin rekur yvir Føroyum eina ávísa løtu. Hóast arbeiðsloysið minkaði eitt vet í februar, er tað framvegis ikki komið niður á tað stigið, sum tað var, áðrenn Fiskavirking fór á húsagang í 2010. Tað vísa tøl frá Hagstovuni. Í februar vóru tilsamans sløk 1800 fólk arbeiðsleys, 43 færri enn í januar 908 konufólk og 888 mannfólk. Í februar vóru 369 færri arbeiðsleys enn sama mánað í fjør, tá tað var í hæddini eftir húsagangin í Fiskavirking. Síðani fór at ganga framá, og frá februar til september í fjør vóru 580 færri arbeiðsleys. Men arbeiðsloysið er vaksið aftur, og enn eru fleiri enn 200 fólk arbeiðsleys enn í september í fjør. Sostatt er arbeiðsloysið ikki komið niður á tað, sum tað var, áðrenn Fiskavirking fór á húsagang. Í februar minkaði arbeiðsloysið í øllum sýslum uttan í Streymoyar sýslu. Arbeiðsloysið er størst millum tey elstu, 55 66 ár, og minst millum tey, sum eru millum 35 og 55 ár. Vágbingar spyrja nú, hvussu verður við alivirkseminum og kryvjivirkinum í Vági, eftir at lokalu kreftirnar eru farnar úr Faroe Farming, og íløgufelagið Tjaldur og Bakkafrost einsamøll eiga fyritøkuna. Líggjas í Bø, stjóri í Tjaldri, sum nú eigur 51 prosent av Faroe Farming, sigur við útvarpið, at virksemið heldur fram sum vant, tí eingin avgerð er tikin um at broyta virksemið. Fortreytirnar broyttust annars, tá meirilutin í partafelagnum Suðuraling um vikuskiftið avgjørdi at selja síni 22 prosent í Faroe Farming. Ein av eigarunum, Erhard Joensen, sum eisini var stjóri í Faroe Farming, er ikki longur stjóri. Tað váttar hann fyri útvarpinum, men vil ikki gera fleiri viðmerkingar. Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági, harmast, at lokalu kreftirnar ikki longur eru við í Faroe Farming. Hon fer nú at biðja um fund við eigararnar at vita, hvørjar ætlanirnar eru, ikki minst við kryvjivirkinum, har 25 fólk hava starvast. Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum. Umsitingin í løgtinginum hevur steðgað uppskotinum hjá landsstýrinum at prísjavna skattastigan og at hækka barnafrádráttin. Í uppskotinum, sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur lagt fyri løgtingið, verður mælt til at javna skattastigan 1. november hvørt ár, samanborið við miðalprístalið. Somuleiðis at hækka barnafrádráttin við 1.000 krónum fyri hvørt barn um árið. Men umsitingin í løgtinginum hevur í fyrstu atløgu steðgað uppskotinum. Víst verður til grein 41 í stýriskipanini, at eingin beinleiðis ella óbeinleiðis skattur má verða álagdur, broyttur ella avtikin uttan við løgtingslóg. Formansskapurin í løgtinginum skal tí taka støðu til, um málið eigur at verða burturvíst. Hevur formansskapurin somu áskoðan, sum embætisfólkini í løgtinginum, at uppskotið gongur ímóti stýriskipanarlógini, skal løgtingsformaðurin mæla løgtinginum til at vísa uppskotinum burtur. Skattatrýstið hækkar Í viðmerkingunum til uppskotið skrivar Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, og Atli Suni Leo, aðalstjóri, at verður skattastigin ikki prísjavnaður, fer skattatrýstið at hækka. So hvørt sum inntøkurnar í samfelagnum hækka, hækkar landsskatturin lutfalsliga meir. Við skattastiganum, ið var galdandi til 1. januar 2012, hækkaði landsskatturin 1,7 prosent, tá inntøkurnar hækkaðu 1 prosent. Men uppskotið hjá teimum báðum sleppur ikki ígjøgnum nálareygað hjá umsitingini. Skulu skattgjaldarar sleppa undan, at skattatrýstið hækkar, og skulu barnafamiljur sleppa eitt sindur lættari, má uppskotið hjá Fíggjarmálaráðnum halda seg innan fyri stýriskipanina. Løgtingið fer í morgin at viðgera tvey uppskot um at yvirtaka loftrúmið. Tjóðveldi skjýtur upp, at føroyska loftrúmið innan fyri 200 fjórðingar kemur á føroyskar hendur 1. januar. Framsókn vil hava landsstýrið um at samráðast við ríkisstjórnina um at yvirtaka loftrúmið, og at leggja uppskot fyri tingið um at skipa føroyskt eftirlit við loftrúminum. Tjóðveldi sigur í viðmerkingunum til sítt lógaruppskot, at Danmark tykist als ikki at hugsa um føroysk áhugamál, ella at hava nakra ætlan um leiklut Føroya í samráðingunum, sum hava verið um loftrúmið, síðani radarin á Sornfelli varð sløktur. Og danski ráðharrin á økinum hevur ikki kunnað upplýst, hvussu nógv flogfør fara gjøgnum føroyska loftrúmið um árið, ella hvat gjalda. Vit kunnu eins væl sjálvi taka ræði á økinum, og síðani hava okkara egna leiklut við samráðingarborðið, sigur Tjóðveldi. Tjóðveldi hevur varisliga mett, at umleið 74.000 flogfør fara gjøgnum føroyskt loftrúm um árið. Verður eindarkostnaðurin í Evropa nýttur sum grundarlag, er eingin trupulleiki at fíggja egna umsiting av loftrúminum. Inntøkurnar verða samstundis týðandi fíggjargrundarlag undir íløguni í ein framtíðar flogvøll í Føroyum, sigur flokkurin. 50 100 arbeiðspláss Framsókn sigur, at við at yvirtaka loftrúmið kunnu skapast 50 100 nýggj, vitanartung arbeiðspláss í Føroyum. Ísland umsitur loftrúmið fyri Danmark. Fyri hvørt flogfar, ið flýgur yvir Føroyum, fáa Ísland og Danmark eitt ávíst gjald. Tess tyngri, flogfarið er, tess størri er gjaldið. Føroyar liggja á eystur vestur rutukervinum hjá stórum flogfeløgum, sum flúgva millum Norðuramerika og Evropa Miðeystur. Eisini gongur flogferðsla úr Vesturevropa til vestara part av Norðuramerika gjøgnum føroyskt loftrúm. Talan er sostatt um nógva og tunga flogferðslu yvir Føroyum og stórar inntøkur til íslendingar og danir. Verða umsitingin av loftrúminum yvirtikin, kunnu hesar inntøkur verða við til at menna føroyska flogvinnuøkið, skapa avleitt virksemi og fleiri arbeiðspláss í Føroyum, sigur Framsókn. Politisku veljarafeløgini í Sandoynni gera nú eitt felags átak fyri at fáa myndugleikarnar at fáa gongd á ætlaða tunnilin til Sandoyar. Í eini felags yvirlýsing heita Sandoyar Sýslu Sambandsfelag, Sandoyar Sýslu Fólkafloksfelag, Sandoyar Sýslu Javnaðarfelag og Sandoyar Sýslu Tjóðveldisfelag á landsins politikarar um at bera so í bandi, at Partafelagið Sandoyartunnilin verður stovnað sum skjótast, og at peningur verður settur av í hesum valskeiðinum. Nú er nóg mikið tosað nú vilja vit síggja úrslit, siga veljarafeløgini, sum vísa á, at fólkatalið í oynni lækkar, Sambært feløgunum er bara ein máti at venda gongdini, og tað er at áseta dagin, tá undirsjóvartunnilin til Sandoyar skal verða liðugur. Eik Banki Føroya hevur selt ein triðing av sínum partabrøvum í Atlantic Petroleum, men er tó framvegis størsti einstaki partaeigarin í oljufelagnum. Eik Banki Føroya átti beint oman fyri 10 prosent av partabrøvunum, men er nú niðri á 6,7 prosentum. Á aðalfundinum hjá Atlantic Petroleum leygardagin varð hámarkið fyri, hvussu stóran part, einstakur partaeigari kann hava, strikað. Hámarkið hevur verið 20 prosent síðani felagið varð stovnað í 1998, men nevndin mælti til at strika markið. Og tað samtykti aðalfundurin. Enn sæst tó eingin ávirkan av hesum í keypsskálanum. Eik Bank Føroya er størsti partaeigarin við sínum 6,7 prosentum. Meirilutin av partaeigarunum í Atlantic Petroleum er útlendskur. Føroyingar eiga 30 prosenst av partabrøvunum og danir 37 prosent. Hini 33 prosentini eru eisini á útlendskum hondum. Íslendska stjórnin hevur samtykt eitt lógaruppskot hjá fiskimálaráðharranum um veiðuloyvi og tilfeingisgjald. Uppskotið er ikki almannakunngjørt enn, men fjølmiðlarnir hava longu viðgjørt tað. Veiðuloyvini verða galdandi í 20 ár, og uppsagnarfreistin er fimm ár. Eftir 20 ár kunnu loyvini leingjast. Tilfeingisgjaldið verður í tveimum, eitt grundgjald og eitt gjald, sum byggir á úrslitið hjá reiðaríunum. Tilfeingsgjaldið skal geva statskassanum okkurt um 670 milliónir krónur um árið. Sambært uppskotinum verða 20.000 tons av botnfiski tikin frá, áðrenn kvoturnar verða býttar. Hesi 20.000 tonsini kunnu reiðarí leiga fyri at sleppa at fiska tey. Fer toskakvotan upp um 220.000 tons, fara 40 prosent av tí, sum kvotan er størri enn 220.000 tons í puljuna, sum kann leigast, og hini 60 prosentini verða býtt millum teirra, sum eiga kvotu. Og ein kvotubúð hjá tí almenna skal umsita allan handil við kvotum. Møguleikin at selja kvotur verður sambært nýggja lógaruppskotinum nógv avmarkaður. Bakkafrost er nú farið niður á lógarásetta markið fyri, hvussu nógv aliloyvi mugu vera hjá einari fyritøku. Bakkafrost hevur keypt tey knappliga 22 prosentini, sum vóru eftir í P f Faroe Farming í Vági. Handilin hevur gildi frá 1.januar í ár. Síðani hevur Bakkafrost selt meirilutan í felagnum, 51 prosent, til íløgufelagið Tjaldur. Hini 49 prosentini í Faroe Farming eigur Bakkafrost. Faroe Farming hevur trý aliloyvi. Nú Bakkafrost ikki longur eigur meirilutan í Faroe Faming, eigur Bakkafrost tí nú 13 av 26 aliloyvuum í Føroyum. Lógin sigur, at einki einstakt felag kann eiga meira enn helvtina av aliloyvunum. Myndugleikarnir skulu góðkenna partabrævahandlarnar, áðrenn teir verða endaliga staðfestir. Sarah Mahfoud kann nú kalla seg norðurlendskan meistara eftir tveir dystir í Stokkhólmi, har teir bestu norðurlendsku boksararnir hittust um vikuskiftið. Leygardagin var hálvfinalan á skránni, og tá vann Sarah ein tepran 8 6 sigur á finnsku Emilia Skriko. Í finaluni sunnudagin var mótstøðukvinnan svenska, Helena Envall. Í hesum dystinum var ongantíð nakar ivi. Sarah rakti sviðan 27 ferðir, meðan Sarah sjálv bara bleiv rakt 13 ferðir. 27 13. Sarah Mahfoud boksar í 57 kg bólkinum. Mamman hjá Sarah er úr Vestmanna, meðan pápin er av iranskum uppruna. Bæði Sarah Mahfoud og bróðurin, Allan Mahfoud, vinna javnan kappingar, og verða mett at verða millum størstu ungdómstalentini í Danmark. Um alt gongur sum ætlað, skal Sarah Mahfoud luttaka í heimsmeistarakapping í mai. Í november í fjør vitjaði ítróttarsendingin, 3 2, Sarah og Allan í Danmark. Innslagið kann síggjast her Pál Joensen vísti enn einaferð í dag, at hann er í stórformi. Við tíðini 15.04.39 varð hann nógv fyrstur á mál í finaluni í 1500 m frí. Nummar tvey bleiv danin Mads Glæsner við tíðini 15.20.49. Samanumtikið hevur hetta verið ein góð vika hjá Páli. Í gjár syrgdi hann fyri, at Danmark megnaði at koma undir OL kravtíðina í stafettini. Fyrradagin vann hann gull og setti nýtt føroyskt met í 200 m frí, og hósdagin vann hann gull í 400 m frí. Føroyar og Bulgaria spældu finalu í Challange Trophy kapping í dag. Dysturin endaði við at Bulgaria vann sannførandi 33 26, eftir at hálvleiksstøðan var 11 20 til Bulgaria. Bulgaria legði seg á odda beinanvegin, og tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin var Bulgaria frammanfyri 7 10. Eftir hetta kom veruliga stígur í føroyska álopsspælið, og megnaðu føroysku genturnar bara at skora fýra mál afturat í hesum hálvleikinum, meðan Bulgaria fekk 10, so hálvleiksstøðan var 11 20. Í seinna hálvleiki helt Bulgaria áfram við sínum kontanta og likamliga sterka spæli, og tá 40 min vóru farnir, vóru tær á odda 18 28. Føroyska liðið fekk tó minkað um munin, so at endaliga úrslitið varð 33 26 til Bulgaria Besti málskjúttin hjá Føroyum var Turið Arge Samuelsen, hon skeyt níggju mál, og tað var eisini Turið, ið fekk heiðurin sum dagsins leikari í finaluni. Vit taptu á einum liði í hevði størri breidd og var likamliga nógv sterkari enn vit, sigur Claus Rasmussen, venjari. Við Margáir fingu EB Streymur og KÍ hvør sítt stig í einum dysti, sum endaði 1 1. Arnbjørn Hansen legði heimaliðið á odda við máli beint fyri hálvleik, meðan KÍ kom afturíaftur við máli í seinna hálvleiki, sum Andy Olsen skeyt. Vit kunnu ikki vera nøgdir við bert eitt stig á heimavølli móti KÍ, segði Heðin Askham, venjari hjá sundalagsliðnum aftan á dystin. Á Vágseiði tók TB ímóti Víkingi. Hóast heimaliðið var væl við, sást at TB manglar royndir í bestu deildini. Víkingur vann dystin 2 0. Atli Gregeren legði gestirnar á odda tíðliga í seinna hálvleiki við brotssparki. Bárður Hansen skeyt seinna málið fyri Víking, tá ið eitt korter var farið av seinna hálvleiki. Dysturin á Vágseiði millum TB og Víking endaði 0 2. Í Fuglafirði var dystur ímillum ÍF og NSÍ. Tað vóru ikki nógvir møguleikar í dystinum, og sum heild varð tað ein illa skipaður dystur, har spælið til tíðir gjørdist ógvuliga rótut, sambært heimildarmanni kringvarpsins. Liðini fingu hvør sítt mál miðskeiðis í seinna hálvleiki. Jan Martin Mortensen legði NSÍ á odda, men heimaliðið svaraði aftur beinanvegin við máli frá Bartali Eliasen. Í seinasta minuttinum fingu fuglfirðingar enn eitt mál. Málskjútti var Simon Skibsted og harvið tryggjaði hann ÍF 3 stig í fyrsta umfarinum í Effodeildini. Hóast B68 hevur styrkt liðið við fleiri nýggjum leikarum, kundu teir einki gera við HB í dag. HB var frá fyrsta bríksli omaná. Støðan í hálvleikinum var 0 0, men tað lýsir ikki gongdina. HB hevði fleiri stórar málmøguleikar og um neyvleikin var til staðar, hevði heimaliðið verið á odda við tveimum ella trimum málum í hálvleikinum. Í seinna hálvleiki gekk alt sum tað skuldi hjá HB. Christian Restorff Mouritsen byrjaði málveitsluna longu tá tríggir minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki og so koyrdi tað bara. Einasta minussið hjá HB í dag var, at liðskiparin, Fróði Benjaminsen, púra óneyðugt fekk sær tvey gul kort. Tað fyrsta fyri at brúka seg, og tað seinna fyri eina óneyðuga harða takkling, tá HB var á odda 3 0. Úrslitini í fyrsta umfari HB B68 4 0 0 0 1 0 Christian R. Mouritsen 2 0 Fróði Benjaminsen 3 0 Andrew av Fløtum 4 0 Símun Samuelsen TB Víkingur 0 2 0 0 0 1 Atli Gregersen 0 2 Bárður J. Hansen EB Streymur KÍ 1 1 1 0 1 0 Arnbjørn Hansen 1 1 Andy Olsen ÍF NSÍ 2 1 0 0 0 1 Jann Martin Mortensen 1 1 Bartal Eliasen 2 1 Simon Skibsted B36 FC Suðuroy 1 0 0 0 1 0 Sekou Tidiane Souare Pál Joensen fer til Ol. Katrin fer við. Og Katrin fekk navn í gjár. Tað er nevniliga spildurnýggi OL báturin, sum tær báðar Julianne Elander Rasmussen og Anne Lolk skulu rógva við, tá tær kappast í lættvekt dupultskollaranum hjá kvinnum. Báturin eitur eftir føroyska rógvaranum Katrin Olsen, sum var við til dópin við Bagsværd Sø í gjár, og sumbáðir donsku rógvararnir hávirða tí hon hevur hjálpt teimum bæði so og so. Í øllum førum vann kjøtið av Eiði í gjárkvøldið kappingina á Hotell Føroyum um besta turra kjøtið. Kjøtið í Skálavík fekk annaðplássið, meðan kjøtið í Kvívík varð kosið at vera triðbest. Eini 250 fólk mettu í gjárkvøldið um kjøt frá átta bóndum, og Eiði fekk nógv flest stig og vann ein greiðan sigur. Í gjárkvøldið vann Hamferð føroyska talenttónleikakappingina Wacken Metal Battle, sum var hildin í Sjónleikarhúsinum. Tað merkir, at Hamferð nú sleppur at luttaka í finaluni, sum er á Wacken Festivalinum, har bólkurin kappast við 33 aðrar bólkar um millum annað ein plátusáttmála við Nuclear Blast. Wacken Festivalurin er vikuskiftið 2. til 4. august. Takkað verið Pál Joensen, svam danska stafettliðið eitt lítið hálvt sekund skjótari enn kravtíðin í 4 x 200 metur frí til Olympisku leikirnar í London. Leingi var líkt til, at Pál Joensen og hinir tríggir donsku svimjararnir ikki fór at megna kravtíðina, tá teir svumu á Danish Open 2012 Teir báðir fyrstu svimjarnir, Mads Glæsner og Daniel Skaaning, løgdu hvør í sínum lagi ov hart út, og mistu tíð seinastu metrarnar. Enn er ikki endaliga avgjørt, at Pál Joensen og hinir tríggir sleppa at umboða Danmark á Olympisku Leikunum í London í summar í 4 ferðir 200 metur frí. Magnus Jákupsson megnaði í gjár at svimja seg víðari til finalu í 100 metra firvaldasvimjing, eftir at hann í hálvfinaluni í gjár setti nýtt føroyskt met og juniormet við tíðini 55.47 sekund. Hann átti sjálvur metini, á 56.20 frá evropeisku juniormeistarastevnuni í Beograd í fjør. Hvørki kvinnurnar hjá Mjølni ella menninir hjá SÍ lótu nakran iva verða um, hvar føroyameistaraheitið fór í dag. Bæði vunnu sínar dystir sannførandi. Mjølnir og SÍ blivu eisini steypavinnari hjá ávíkavist kvinnum og monnum, og tí hava bæði feløgini tryggjað sær greipuna. Hetta er annað árið á rað, at Mjølnirkvinnurnar eru greipuvinnari. SÍ Mjølnir 3 1 25 17, 20 25, 25 21, 25 13 Mjølnir Fleyr 3 0 25 14, 25 22, 26 24 Magnus Jákupsson svam í dag hálvfinalu í 100 metra firvaldasvimjing fyri menn á Danish Open 2012, og megnaði har at svimja seg víðari til finalu í morgin, við nýggjum føroyski meti og juniormeti. Tíðin var 55.47. Hann átti framman undan sjálvur metini, á 56.20 frá evropeisku juniormeistarastevnuni í Beograd í fjør. Tilfar 8 træpinnar Vatn 500 g av høsnarungabringu 4 stykki Marinada 2 súpisk av kinverskari soyu 2 súpisk av lime sevju 2 súpisk av vatni Sós 1 bl av kokosmjólk light 2 súpisk av peanutsbutter 1 súpisk av sukri 1 limefrukt sevjan 1 tesk av karri 1 súpisk av kinverskari soyu 1 súpisk av vatni Salat 500 g av brokkoli 400 g av melón 50 g av smáttskornum nøtum eftir ynski Arbeiðsháttur Legg træpinnarnar í vatn Sker høsnarungabringuna í helvt eftir tí longu síðuni Rør alt tilfari til marinaduna saman Legg kjøtið í marinaduna og set í kuldaskáp í 15 min. Set kjøtið á spjót og legg á eina bakarovnsplátu sum er klødd við bakipappíri Hita ovnin 220 c og set plátuna ovarlaga í ovnin í uml. 10 15 skal verða gylt á liti Koyr alt tilfari til sósina í eina grýtu og lat kóka í uml. 5 min. og smakka til Sker brokkoli í smáar bukettir og legg í eina síl. Stoyt kókandi vatn omanyvir og lat kólna Sker melónina í puntar og blanda samanvið brokkoli Stroy møguliganøtir omnyvir Hav rís ella eplabátar afturvið Pál Joensen vann A finaluna í 200 metra frísvimjing í Danish Open ,við nýggjum føroyskum meti 1 48.98, har metið hjá honum frá donsku meistarastevnuni í 2009 var 1 50.04. Mads Glæsner varð nr 2 við 1 49.05, Daniel Skaaning nr 3 við 1 49.85 og Anders Lie 1 49.86 so nú er tað upp til teir ovastu í danska svimjisambandinum, um teir skulu sleppa at royna seg í 4x200 frí tíðtaking í morgin, har kravið annars var at tríggir skuldu undir 1 49.82. Hjá Magnusi Jákupsson gekk eisini væl. Hann vann sína hálvfinalu í 100 rygg í stórum stíli, umleið kroppslongd frammanfyri tann næsta, og varð við tíðini 58.63 tilsamans triðbestur aftanfyri Aschwin Wildeboer og Andreas Schiellerup, har føroyska metið hjá Magnusi er 58.51 frá EJM í Beograd í fjør. Umframt at royna seg sum sjónleikara á filmi, so hevur hon eisini vant seg við at nýta balletskógvar í sambandi við høvuðsleiklutin til stuttfilmin Gló ð . Ein spennandi avbjoðing fyri evnaríka fimleikaran. Fleiri munnu hava sæð vøkru ljóshærdu gentuna, Elin, sum model hjá Body Shop, ella á gólvinum til fimleikakappingar. Leygarkvøldið fer Elin á fyrsta sinni at síggjast sum filmssjónleikari. Elin vandi í fleiri mánaðir til stuttfilmin, har balletskógvarnir ikki altíð hava verið líka lættir at dansa við. Hon sigur, at tað var ein strævin tíð, men at tað lættir sera nógv um, tá hugurin allatíðina var til staðar. Tað er ein spent genta, sum ímyndar sær hvussu endaliga úrslitið verður á løriftinum. Elin sigur, at hon hevur roynt at ímynda sær hvussu filmurin møguliga fer at upplivast, men at tað er slett ikki vist, at tað verður júst so hon ímyndar sær. Nógv arbeiði hevur verið gjørt rundanum framleiðsluna av filminum við bæði ljósi, ljóði og klipping. Til ber, at síggja filmin við Elin Jacobsen og øðrum dugnaligum dansarum, í annaðkvøld 24. mars í Føroya Læraraskúli. Hurðarnar verða lætnar upp kl. 18.30, har reyður leypari verður rullaður út, og kl. 19.00 bjóðar Jákup Veyhe vælkomin. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur biðið landsstýrið um heimild at læna 140 milliónir krónur, til tess at tryggja landskassanum gjaldføri í ár. Metta hallið á fíggjarlógini í ár er 365 milliónir krónur. Men Landsbankin heldur, at lánitørvurin er einans 140 milliónir, tí úrslitið fyri 2011 verður í minsta lagi 146 milliónir krónur betri enn mett, tá lánsheimild at fíggja landskassahallið fyri í fjør var fingin til vega. Harumframt vísir tað seg, at gjaldførið í Landsbankanum væntandi verður 80 milliónir krónur størri enn tað, sum lógin krevur skal standa í bankanum. Men brævalán falla til gjaldingar seinni í ár, og tí er neyðugt at læna 916 milliónir krónur til avdrátt og at gjalda aftur lán, sum falla til gjaldingar í juni, upplýsir Fíggjarmálaráðið. Brævalánið, sum fellur til gjaldingar í summar, var upprunaliga 1,9 milliardir krónur. Ein milliard varð lænt í fjør, og 900 milliónir krónur eru eftir av lánsheimildini. Uppskotið frá Jørgeni Niclasen var til fyrstu viðgerð í tinginum seinnapartin, og tað er nú farið í fíggjarnevndina. Fitt av fólki var í gjárkvøldið komið saman í samkomuhúsinum Siloa í Fuglafirði, at syngja sangir, ið samband við at Kringvarpið endurnýggjar sálmaupptøkurnar í savninum hjá stovninum. Tað vóru brøðurnir Jógvan og Eyðun á Lakjuni sum leiddu sangin Jógvan stjórnaði Siloakórinum og samkomuni, meðan Eyðun hevði klaverfylgispælið og á urguna spældi Martin Simonsen. Kringvarpið skipaði fyri, saman við brøðrasamkomuni í Fuglafirði, og er hetta eitt lið, í verkætlanini at taka føroyskan sálmasang og andaligan felagssang upp, ymsa staðni í Føroyum. Kringvarpið vil takka øllum sum hava stuðlað hesari verkætlan og ætlanin er at geva ein fløgu út í heyst, vit sangum hjá Brøðrasamkomuni. Tað gekk eisini væl hjá Magnusi Jákupssyni í dag á Danish Open eftir at hava verið næstskjótastur í 50 rygg innleiðandi og 50 rygg hálvfinalu, kláraði hann eisini í finaluni at taka hetta plássið, við flottum føroyskum meti og juniormeti 26.64. Hann átti sjálvur tað nú fyrrverandi metið á 26.76, frá EJM í Beograd í fjør, skrivar svimjing.com Útlendingamál verða yvirtikin á nýggjárinum. Tað sigur Sjálvstýrisflokkurin, sum hevði landsfund í vikuni. Landsstýrismaður og formaður floksins, Kári P. Højgaard, umsitur útlendingamál í landsstýrinum. Í landsfundarsamtyktini hjá flokkinum stendur, at nú samráðingarnar um at yvirtaka útlendingamál eru komnar so langt ávegis, at komið verður á mál í ár, væntar Sjálvstýrisflokkurin, at uppskot um yvirtøkuna verður borið í løgtingið í heyst. Yvirtøkan skal fremjast 1.januar 2013. Men treytin er, at tríggjar milliónir krónur verða játtaðar til málsøkið aftur at teimum 2,2 milliónunum, sum Útlendingastovan hevur nú. Í samgonguskjalinum stendur bara, at útlendingamál verða yvirtikin. Eingin dagfesting er sett á yvirtøkuna. Aftur í hesari tingsetuni er annars longu komið eitt uppskot um at yvirtaka útlendingamál og marknaeftirlit 1.januar í 2013. Tjóðveldi eigur tað uppskotið. Pál Joensen kann nú kappast í tveimum greinum, tá Olympisku leikirnir verða í summar. Pál vann í dag 400 m frí kappingina í Danish Open við tíðini 3.46.84. Beint aftan fyri var Mads Glæsner við tíðini 3.46.93. Á triðja plássi var føroyingurin, Frants Johannesen, við tíðini 3.56.76. Kravtíðin til OL á 400 m frí er 3.48.92. Sostatt svam Pál góð tvey sekund skjótari enn kravið. Klokkan 16 stundisliga setti nýggja Airbus flogfarið hjá Atlantsflogi seg fyrstu ferð í Vágum. Flogfarið, sum er serbygt til Føroya rutuna, er loftvegis flaggskipið hjá okkara tjóðarflogfelag. Í løtuni er móttøka á flogvøllinum fyri nýggja flogfarinum. Røður verða hildnar, og Sørvágs Tónleikarfelag spælir. Johan Dahl, landsstýrismaður, nevndi í síni røðu, at ferðafólkatalið í Vágum er vaksið 215 ferðir, síðani reglulig rutufugving tók seg upp í 1963. Tað árið flugu 946 ferðafólk, men í fjør komu og fóru 203.497 fólk. Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi, sigur, at hetta er heimsins besta flogfar, tá ið ræður um at flúgva upp á Føroyar. Hetta hevur verið ein strævin og spennandi tilgongd, men nú verður farið víðari, og gongst sum ætlað hevur Atlantsflog eitt Airbus flogfar aftrat í flotanum longu um tvey ár, sigur stjórin í Atlantsflogi. Atlantsflog hevur í hesum døgum 24 ár á baki. Flogfelagið fleyg fyrsta túrin úr Vágum til Keypmannahavnar 28. mars í 1988 við flogfarinum, ið var av slagnum British Aerospace 146, og júst henda dagin í ár tað er á sjálvum 24 ára degnum fer nýggja Airbus flogfarið sín fyrsta túr til Keypmannahavnar. Dagurin í dag er serstakur í føroyskari flogsøgu, nú fyrsta Airbus flogfarið hjá Atlantsflogi setur seg í Vágum um ein góðan hálvan tíma Kringvarpið ger nógv burturúr, og útvarpið sendir beinleiðis úr Vágum, millum annað úr flogtorninum. Elin W. Poulsen og Øssur Egholm gera samrøður, og sent verður eisini frá móttøkuni, tá flogfarið er komið. Eitt sjónvarpslið tekur eisini ímóti, tá flogfarið setur seg. Við flogfarinum eru bæði sjónvarpsfólk og útvarpsfólk í Kringvarpinum, og nógv verður gjørt burturúr bæði í útvarpstíðindunum og í Degi og Viku í kvøld. Nýggja Airbus flogfarið hjá Atlantsflogi fór úr Hamburg klokkan 14.45, og sambært nýggjasta yvirlitinum hjá Vága Floghavn skal flogfarið seta seg í Vágum klokkan sjey minuttir yvir fýra. Nummarið á Airbus flogfarinum fyrsta túrin til Føroya er RC5079. Tað ber til at fylgja flogfarinum. Har eitur flogfarið FLI 5079, og tað nærkast nú Hetlandi. Tá flogfarið hevur sett seg í Vágum seinnapartin, verður skipað fyri móttøku. Røður verða hildnar, og Sørvágs Tónleikarfelag spælir. Útvarpið sendir í løtuni beinleiðis av flogvøllinum, og meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum og Degi og Viku í kvøld. Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur sett Arnhold Olavsson Jensen , serlækna í almennum medisini, í fast starv sum kommunulækni á Tvøroyri. Arnhold Olavsson Jensen er 37 ára gamal og búsitandi á Tvøroyri. Hann hevur lisið til lækna í Keypmannahavn og fekk prógv í 2003. Síðan hevur hann nomið sær serútbúgving í almennum medisini í Føroyum. Tað hevur eftir øllum at døma verið skemt, at nýggja Airbus flogfarið skal eita Tróndur í Gøtu, sum miðlafólk í Hamburg vistu at siga fyrrapartin. Nú siga tíðindini, at flogfarið eitur stutt og greitt Airbus 319. Mongu gestirnir fáa nú høvi at síggja nýggja flogfarið, sum fer fyrsta túrin úr Hamburg til Føroya seinnapartin. Frammanundan var skipað fyri hátiðarhaldi við hangarin hjá Airbus verksmiðjuni, har flogfarið er sett saman. Millum teirra, sum hildu røðu, vóru Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi, og umboð fyri Airbus flogverksmiðjuna. Sera gott samstarv Magni Arge fegnaðist um sera góða samstarvið, sum Atlantsflog hevur havt við Airbus, síðani ætlanin um nýggja flogfarið varð sett á lunnar fyri fýra árum síðani. Hann segði, at hóast Atlantsflog er eitt lítið flogfelag, hevur Airbus sýnt professionellan hugburð, og Atlantsflog hevur ongantíð merkt, at Airbus hevur gjørt mun á lítla føroyska flogfelagnum og øðrum stórum flogfeløgum. Hetta er fyrsta Airbus flogfarið til Atlantsflog, og nú verður bíðað í spenningi eftir, nær sáttmálin um eitt Airbus flogfar afturat verður gjørdur, varð fleiri ferðir tikið til í røðunum við hátíðarhaldið. Airbussurin verður helst fullsettur fyrsta túrin til Føroya. Umframt teir 100 gestirnar, verða fleiri umboð fyri Airbus verksmiðjuna við flogfarinum, sum eftir ætlan skal setas seg í Vágum um fýra tíðina seinnapartin. Minni botnfiskur kom upp á land í Føroyum í januar og februar enn somu mánaðir undanfarin ár, upplýsir Hagstovan. Góð 12.200 tons av toski, hýsu, upsa og øðrum botnfiski vórðu fiskað frá 1.januar til 29.februar. Ikki ber til at samanbera við 2011, tí tá legði eitt verkbann flotan fyrst í árinum, og trolararnir, sum vóru knýttir at Faroe Seafood, fóru ikki at fiska aftur fyrr enn síðst í februar. Men frá 2006 til 2010 var botnfiskaveiðan størri enn í ár. Ikki minst í 2006, tá hon var meira enn tvær ferðir so stór. Men hon er síðani minkað nógv, og í 2010 var hon knappliga 3.500 tons størri enn í ár. Mentamálanevndin í Tórshavnar Býráð hevur einmælt mælt til at fara undir at fyrireika eina svimjihøll við 50 metra hyli Tað upplýsir nevndarformaðurin, Jógvan Arge. Nevndin samtykti at játta 500.000 krónur til fyrstu fyrireikingarnar av høllini Ein kommunal bygginevnd skal í fyrsta umfari útvega byggiskrá og kostnaðarmeting. Mentamálanevndin hevur ikki tikið støðu til, hvar høllin verður bygd. Havnar Svimjifelag hevur av sínum eintingum víst á møguleikan at byggja slíka høll við svimjihøllina í Gundadali. Hetta uppskot verður partur av grundarlagnum undir arbeiðnum við nýggju svimjihøllini í Havn. Ein hugsan er, at 50 metra hylurin í høvuðsheitum verður brúktur til venjingar og kappingar eins og dagliga skúlasvimjing, meðan núverandi høll við 25 metra hyli, kavingarhyli og smærri hyljum verður staðið, har almenningurin framvegis fer at svimja. Hetta fer at geva báðum pørtum betri umstøður, sigur Jógvan Arge. Málið um at fyrireika nýggju svimjihøllina hevur eisini verið í fíggjarnevndini, og fer nú í býráðið til endaliga samtykt. Á fíggjarætlanini hjá Tórshavnar býráð í ár eru fimm milliónir krónur settar av til svimjihøllina. Vegleiðandi fólkaatkvøða um kommunusamanlegging verður á krossmessu, hósdagin 3. mai. Tað boðar Innlendismálaráðið frá í dag, AElig tlanin var at hava fólkaatkvøðuna í apríl, men tíðin er ov stutt, sigur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, sum nú hevur ásett fólkaatkvøðuna at verða 3. mai. Eftir páskir verður farið at kunna kommunurnar í teimum sjey økjunum um fólkaatkvøðuna. Fyrsti fundurin verður fyri kommunurnar í Eysturoynni. Hann verður 12. apríl, upplýsir landsstýrismaðurin í innlendismálum . Ein nevnd, sum varð sett í heyst at kanna umstøðurnar fyri, hvussu føroyskum bátasmíði kann verða skapt livilíkindi, hevur fleiri tilmæli til landsstýrismannin í mentamálum. Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, fekk í dag álitið frá nevndini, sum millum annað hevur hesi tilmæli. arbeitt verður fram ímóti, at UNESCO sáttmálin til verju av immateriella mentanararvinum verður settur í gildi fyri Føroyar, og at føroysk lóggáva á viðkomandi økjum verður dagførd samsvarandi karmar verða skaptir fyri at skipa livandi søvn innan føroyska savnslóggávu. Stuðulslóggávurnar til savnsvirksemið eiga í hesum viðfangi at verða dagførdar Róðrarsamband Føroya, sum er kveikjari, tá tað kemur til at skapa áhuga fyri føroyska bátinum, tekur atlit at aðalreglunum í upprunasniðinum á føroyska bátinum í sínum regluverki Bjørn Kalsø sigur, at tørvur leingi hevur verið á at fáa lýst umstøðurnar hjá føroyskum bátasmíði, og tí er hann sera fegin um álitið. Eftirspurningurin eftir føroyska bátinum er nú so lítil, at tíðin er komin at umhugsa, hvussu vit kunnu tryggja, at føroyingar eisini duga at smíða ein føroyskan bát um 100 ár, sigur landsstýrismaðurin í mentamálum. BankNordik noyðist at senda góðar 50 milliónir krónur til Íslands fyrra hálvár í ár. Tá bankin í 2009 keypti 51 prosent av íslendska tryggingarfelagnum Vørði, bant bankin seg til eisini at keypa tey 49 prosentini, sum eftir eru, um so er at minnilutaeigarin vildi tað. Og henda rætt hevur minnilutaeigarin nú valt at brúka. Tað boðar BankNordik keypsskálunum frá fyrrapartin. Partarnir eru tó ikki samdir um prísin fyri tey 49 prosentini av tryggingarfelagnum Vørðui, og tí skal ein óheftur ástøðumaður útnevnast. Partarnir rokna tó við, at prísurin verður onkustaðni millum 51 og 56 milliónir krónur í okkara gjaldoyra. Sølan verður væntandi avgreidd fyrra hálvár í ár, sigur BankNordik í fráboðan til keypsskálarnar. Maðurin, sum er skuldsettur fyri at hava beint fyri Dánjali Peturi Hansen fyrst í november í fjør, skal vera fýra vikur afturat í varðhaldinum í Mjørkadali. Tað gjørdi Føroya rættur av á stuttum rættarfundi fyrrapartin. Skuldsetti maðurin kærdi avgerðina hjá rættinum til Landsrættin. 32 ára gamli maðurin er framvegis skuldsettur fyri manndráp ella í øðrum lagi fyri deyðiligan harðskap. Aftur í dag noktaði hann seg sekan. Ákærin bað um at fáa rættarfundin hildnan fyri afturlatnum hurðum fyri ikki at órógva kanningararbeiðið hjá politinum. Tað hevði verjin onga viðmerking um. Skuldsetti varð fyrstu ferð varðhaldsfongslaður tann 16. november í fjør dagin eftir, at hann varð handtikin. Føroysk nótaskip eru givin at fiska lodnu í ár. Seks skip hava fiskað í íslendskum sjógvi síðani fyrstu viku í februar, og seinasta skipið landaði 10. mars. Kvotan í ár var 30.000 tons, og skipini fiskaðu tilsamans 29.681 tons. Kvotan var eginkvota. Skipini góvust at fiska lodnu, áðrenn kvotan var uppi, tí tað viðraði so illa, sigur Jóhann Simonsen, fulltrúi á Fiskiveiðieftirlitinum. Kvotan í fjør var 19.500 tons, og tá varð alt fiskað. Tey seks skipini, Christian í Grótinum, Tróndur í Gøtu, Finnur Fríði, Norðborg, Jupiter og Fagraberg hava fiskað á somu leið sum íslendingar. Av teimum 29.681 tonsunum, sum føroysku línuskipini fiskaðu, vórðu 13.721 tons landað í Føroyum. Av teimum fóru 3.370 til matna. Landingarvirðið er tilsamans 50 miljónir krónur, upplýsir Jógvan Jespersen, stjóri í felagnum Nótaskip. Føroya rættur fer fyrrapartin aftur at taka støðu til, um varðhaldsfongslin av manninum, sum er skuldsettur fyri at hava beint fyri Dánjali Peturi Hansen, skal leingjast. Bergleif Brimvík, leiðari á Kriminaldeildini hjá løgregluni, sigur, at einki nýtt er í málinum um Pidda, sum hevur verið horvin síðani november í fjør. 32 ára gamli maðurin, sum er fongslaður, verður framvegis avhoyrdur av og á, men einki nýtt er komið fram. Maðurin skal mentalkannast, og tann kanningin er ikki liðug enn. Hann er útlendingur, og verður tí avhoyrdur gjøgnum tulk. Tað var týskvøldið 8. november, at politiið eftirlýsti 42 ára gamla Dánjal Petur Hansen úr Saltangará, sum tá hevði verið burturi síðan leygardagin fyri. 32 ára gamli maðurin hevur verið varðhaldsfongslaður síðani 16. november í fjør, skuldsettur fyri at hava beint fyri Dánjali Peturi Hansen. Føroyska sendistovan í London avgreiddi knappliga 130 fyrispurningar og ráðgevingar í fjør og fyrraárið. Sambært virksemiskunning hjá sendistovuni í London um trý tey fyrstu árinii, vóru 94 fyrispurningar og ráðgevingar frá september í 2008 til september 2009. Frá 2009 til 2010 vaks talið upp í 128, og frá 2010 til 2011 var tað 125. Sendistovan fær millum annað nógvar fyrispurningar frá vinnuni í Føroyum. Løgmaður hevur gjørt av at lata sendistovuna í London aftur og flyta virksemi hennara til Brússel. Hetta verður gjørt fyri at spara tvær milliónir krónur á Løgmansskrivstovuni, sum umsitur uttanríkismál. Politikarar bæði í andstøðu og í samgongu fýlast á, at løgmaður ikki ráðførdi seg við Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum fyrst. Uttanlandsnevndin fer fyrrapartin at taka støðu til, um hon skal senda boð eftir løgmanni fyri at spyrja hann um sendistovuna í London. Sambært stýrisskipanarlógini skal landsstýrið ráðføra seg við Uttanlandsnevndina, áðrenn avgerðir verða tiknar um mál, sum hava stóran uttanlandspolitiskan týdning. Løgmaður heldur ikki, at tað hevur stóran uttanríkispolitiskan týdning at lata eina sendistovu aftur. Málið móti fyrrverandi roknskaparleiðaranum í Kringvarpinum, sum er skuldsettur fyri at hava framt fíggjarundandrátt, kemur fyri í Føroya Rætti 18. apríl. Ákæruvaldið skuldsetur fyrrverandi roknskaparleiðaran fyri fíggjarundandrátt av serlga grovum slagi. Hann kann verða dømdur átta ára fongsul, alt eftir, hvussu grovur framgangsmátin hevur verið, og hvussu oftani tað er gjørt. Fyrrverandi roknskaparleiðarin er skuldsettur fyri at hava framt fíggjarundandrátt fyri hálva triðju miljón krónur, frá 1987 til 2010, tá hann varð tikin. Talan er um eitt játtanarmál, og rætturin hevur sett tveir tímar av at viðgera málið. Í morgin verður avgjørt, um og nær løgmaður skal í samráð í Uttanlandsnevndini um sendistovuna í London. Uttanlandsnevndin hevur fund í morgin klokkan hálvgum 9, og har fer formaðurin, Jákup Mikkelsen, at mæla nevndini til at biðja løgmann koma í samráð. Sjey limir eru í Uttanlandsnevndini. Kravið er, at í minsta lagi fimm nevndarlimir játta at biðja løgmann koma í samráð. Tað var fríggjadagin, at Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, boðaði frá, at hann hevði avgjørt at lata sendistovu Føroya í London aftur, og at flyta virksemið til sendistovuna í Brússel. Avgerðin um at steingja sendistovuna í London er liður í at rationalisera uttanríkistænastuna á Løgmansskrivstovuni, segði løgmaður. Avgerðin fall formanninum í Uttanlandsnevndini fyri bróstið. Grein 54 í stýrisskipanarlógini áleggur løgmanni at kunna Uttanlandsnevndina um týdningarmiklar avgerðir, og tað hevur hann ikki gjørt í hesum føri, sigur Jákup Mikkelsen, sum tí hevur kallað Uttanlandsnevndina saman. Jákup Mikkelsen sigur, at hann ætlar at fáa løgmann í samráð skjótast gjørligt, annaðhvørt í hesi vikuni ella næstu viku. Hóast tað er natúrligt, altíð hevur verið soleiðis og altíð fer at vera soleiðis so er tað løgið, at uppliva, hvussu ein send sending skjótt gerst gomul. Uttan nakra samanbering annars, so er tað við einari ávísari sorg, at eg noyðist at lata sendingarnar fara í gloymsluna. Partvíst tí tað er spennandi at gera sendingina og partvíst tí okkurt liggur eftir, sum kundi verið betur. Men har er einki annað at gera við eina senda sending, enn at læra av henni. Aftur hesuferð fingu vit nógvar afturmeldingar. Tey allarflestu eg havi havt samband við og sum redaktiónin annars hevur verið í samband við hava sagt, at sendingin var betur hesuferð. Eitt sum gongur aftur nógva staðni er, at hon hekk betur saman innihaldsliga. Kritiskar røddir hava so avgjørt eisini verið frammi. Birkbloggur tykist ikki at vera so at nøkta. Eitt sum hevur fingið nokso harða viðferð er matarinnslagið. Fleiri hava alment sagt, at tað átti ikki at verið við, at tað átti at verið uppá ein annan hátt og so framvegis. Men eg havi ein varhuga av, at tey eru nøkur sum hóast alt hava gleði av tí, sum Tórður og Johanna borðreiða við. Ynskiligt hevði verið við einari veruligari hyggjarakanning, har vit kundu gjørt mátingar av hyggjaratølum og kanska enn betur, av teimum ymisku elementunum í sendingini. Tað hevði í øllum førum verið stuttligt at havt hørð tøl at hugt at tá vit eftirmeta sendingina. Vit hava ein pikkalítlan feril av tølum at stuðla okkum at. Tølini fyri heimasíðuvitjanir hava verið rættiliga góð. Tað vísir seg, at bæði greinar um Mælt og sendingin sjálv hava havt nógvar vitjanir samanborið við vitjanartølini á heimasíðuni annars. Og í hesum samanhangi er tað áhugavert at tølini eru eisini rættiliga góð fyri bæði laksin og serliga fyri súreplakøkuna. Tá man stingur nøsina fram, so fær man onkra skøvuna. Gestirnir hjá okkum fríggjakvøldið hava øll stungið nøsina fram og øll hava tey fingið onkra skøvuna av og á. Tað ger tey áhugaverd sum menniskju. At tey stinga nøsina fram, at tey fáa onkra skøvuna og so eisini at tey eru før fyri at sláa frá sær, tá tað er neyðugt. Uttan fólk sum tora at stinga nøsina fram er einki Mælt. Takk fyri tit Høgni ps Tað er eisini galdandi fyri matarinnsløgini. Millum tey mongu, sum stóðu eftir við virðisleysum partabrøvum, tá Eik Banki fór, eru 739 børn og ung undir 16 ár. Tað upplýsir TAKS, sum nú hevur sent hesum blaðungu partaeigarunum kapitalvinningssjálvuppgávu fyri 2011, sum var árið, tá partabrøvini í Eik gjørdust null verd. Men heilt virðirleys eru tey tó ikki, tí tapið kann dragast frá í møguligum kapitalvinningsskatti, tað er skattur av rentuinntøku og vinningi av virðisbrævahandli. Vanliga sendir TAKS hvørki skattauppgerð ella sjálvuppgávu til børn og ung undir 16 ár. Hóast børn og ung eisini undanfarin ár hava átt virðisbrøv, so hava tey ikki í serliga stóran mun havt staðfestan vinning ella staðfest tap av sínum virðsbrøvum, tí tey hava ikki handlað við virðsbrøvunum, sigur TAKS. Landsfelag Pensjónista hevur heitt á landsstýrið og løgtingið um at hækka inntøkuna hjá lágløntum pensjónistum beinan vegin. Felagið sigur, at inntøkan hjá nógvum fólkapensjónistum í Føroyum er ov lág og liggur undir fátækramarkinum hjá OECD. Sambært Hagstovuni lá inntøkan í 2009 nettofólkapensjón og Samhaldsfasti hjá gott 41 prosentum av fólkapensjónistum undir OECD markinum, sigur felagið. At fólkapensjónistar hava inntøku, ið liggur undir fátækramarkinum, merkir, at teir hava ikki ráð at keypa vanligar gerandisvørur og tænastur sum onnur í samfelagnum. Landsfelagið hjá pensjónistunum sigur, at útrokningar hjá danska skattamálaráðnum vísa, at tøka inntøkan hjá teimum, sum fáa minstu pensjón í Danmark, er hægri eftir skatt enn hjá teimum, sum bert hava fólkapensjón og Samhaldsfasta at liva av. Føroyski pensjónisturin fær 660 krónur færri um mánaðin. Til tess at bøta um støðuna mælir Landsfelag Pensjónista til at hækka útgjaldið úr Samhaldsfasta 1.000 krónur um mánaðin alt fyri eitt. Fundur var um málið við formenninar í politisku flokkunum í gjár, og Landsfelagið sigur, at rímilig semja tykist vera um, at útgjaldið úr Samhaldsfasta eigur at verða hækkað munandi. Hóast úrslitið hjá BankNordik versnaði nógv í fjør samanborið við árið fyri, bendir nógv á, at íleggjararnir eru væl nøgdir við ársroknskapin. Áhugin at keypa partabrøv í BankNordik er framvegis stórur, og virðið á partabrævinum vaks 13,5 prosent fyrstu tveir tímarnar eftir, at keypsskálarnir lótu upp í morgun, skrivar Børsen. 31 milliónir krónur í avlopi BankNordik hevði 31 milliónir í avlopi fyri skatt í fjør. Hetta er nógv minni enn í 2010, tá avlopið var 416 milliónir krónur. Men tá hevði bankin eisini selt Bakkafrost. Tað eru útreiðslurnar í sambandi við at keypa Amagerbankan, sum gera úrslitið soltnari hesaferð. Harafturat gjørdi ódnarveðrið í vetur, at inntøkurnar frá tryggingarvirkseminum hjá samtakinum vórðu færri enn væntað. Nevndin sigur í ársfrágreiðingini, at roknskapurin er munandi merktur av eingangsútreiðslum, sum eru tilsamans 103 milliónir krónur. Tær hava samband við at keypa og samansjóða Amagerbankan. BankNordik keypti Amagerbankan miðskeiðis í 2011, og árið fyri keypti bankin nakrar partar av Sparbank. Betri rakstur Rakstrarúrslitið í fjør er betri enn árið fyri. Inntøkurnar av rakstrinum vóru 754 milliónir krónur. Hetta eru 13 prosent meira enn árið fyri. BankNordik væntar, at framgongdin í rakstrarinntøkunum fer at halda fram í ár. Nevndin í BankNordik mælir til, at onki vinningsbýti verður latið fyri 2011. Úrslitið verður flutt til 2012. Solvensurin hjá Bank Nordik var 15,6 prosent um ársskiftið. Minsta krav til solvens er átta prosent. Ein stevning er á veg til løgmann. Í brævi frá advokatinum hjá sjey grannskoðarum, Christiani Andreasen, til Løgmansskrivstovuna, stendur, at grannskoðararnir ætla at leggja málið fyri rættin. AElig tlanin er at leypa Føroya rætt um og fara beint í Landsrættin. Christian Andreasen sigur í brævinum, sum Útvarpið hevur fingið innlit í, at málið er so prinsipielt, at tað ber til at kæra tað til Hægstarætt, tá Landsrætturin hevur dømt í málinum. Christian Andreasen nevnir eisini Mannarættindadómstólin, tí hann ivast onga løtu í, at avgerðin hjá løgmanni í grannskoðararmálinum er brot á evropeiska mannarættindasáttmálan. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, staðfesti tann 21.februar avgerðina hjá Skráseting Føroya um at taka aftur løggildingina hjá níggju granskoðarunum í grannskoðaramálinum. Orsøkin er, at grannskoðararnir hava ikki kravdu próvtøkuna fyri at fáa løggilding. Grannskoðararnir hava tó fingið trý ár til at standa kravdu royndina. Freistin leingjast Christian Andreasen, sum umboðar sjey av teimum níggju grannskoðarunum, vil eisini hava Løgmansskrivstovuna at vátta, at trý ára freistin ikki byrjar at telja fyrr enn tað er greitt, hvørja próvtøku grannskoðararnir skulu til. Christian Andreasen sigur, at hann fer at biðja rættin lata stevningina hava steðgandi virknað, so freistin bíðar eftir dóminum, tí eitt rættarmál sum hetta kann vara í tvey ár. Fyribils setti stjórin í Skráseting Føroya, Jákup Eyðfinn Kjærbo, gjørdi fyrst í februar av at taka skrásetingina frá fýra grannskoðarum, sum ikki hava brúkt løggildingina. Hinir fimm fingu boð um, at teir skuldu upp til nýggja roynd, og freistin var eitt ár. Sjey grannskoðarar kærdu avgerðina til løgmann, men hann staðfesti hana. Tó longdi hann freistina úr einum ári upp í trý ár. Christian Andreasen sigur, at tað einasta rímiliga er, at grannskoðararnir bara skulu til eina lítla roynd. Tað kann ikki vera rætt, at føroyskir myndugleikar í einum álvarsmáli sum hesum, einum máli, sum einki fordømi er um í rættarvenju yvirhøvur, taka avgerð um afturtøku, hóast teir væl vita, at dómsvaldið kann ógilda avgerðina, sigur Christian Andreasen í kæruni til Løgmansskrivstovuna. Avgerðin stendur við Sjúrður Rasmussen, ráðgevi á Løgmansskrivstovuni, sigur, at tey fara skjótt at svara Christiani Andreassen. Christian Andreassen biður Løgmansskrivstovuna vátta, at málið kann leggjast fyri Landsrættin í fyrsta instansi. Sjúrður Rasmussen sigur, at tey viðgera hesa áheitanina um at víkja frá vanligu gongdini hjá rættarmálum í Føroyum. Avgerðin hjá løgmanni í grannskoðaramálinum stendur við, sigur Sjúrður Rasmussen. Skulu útlendingar ikki longur sleppa at eiga í føroyskum fiskiskipum Tað er evnið í kjakinum í Degi og Viku í kvøld. Jákup Mikkelsen, fyrrverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum og núverandi formaður fyri tingmanningina hjá Fólkaflokkinum, og Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, skifta orð í sjónvarpsstovuni. Tjóðveldi hevur lagt uppskot fyri tingið um, at útlendingar skulu ikki sleppa at eiga í føroyskum fiskiskipum eftir 2018. Eftirmaðurin hjá Jákupi Mikkelsen í Fiskimálaráðnum, Jacob Vestergaard, hevur eisini sagt, at samgongan arbeiðir við eini líknandi ætlan, og at uppskot um hetta verður lagt fyri tingið í heyst. Men løgmaður sigur, at eingin avgerð er tikin í hesum málinum. Beinta Løwe Jacobsen er vertur í kjakinum í Degi og Viku. Seks næmingar afturat hava boðað leiðsluni á Studentaskúlanum í Hoydølum frá, at teir hava brotið seg inn á telduskipanina hjá skúlanum. Nøkur hava bara verið inni á skipanini og hugt. Tey fáa eina átalu, og hini, sum hava broytt fráveruskrásetingina, fáa eina ávaring, sigur Mikkjal Helmsdal, rektari Hann vísir á, at nú fer skúlin at kanna telduskipanina aftur í tíðina. Tríggir næmingar í 3.G í Hoydølum fingu í seinastu viku ávaring fyri hetta sama brot, og rektarin boðaði í tí sambandi frá, at skúlaleiðslan vildi fegin vita, um aðrir næmingar høvdu ringa samvitsku. Tá freistin fór á midnátt, høvdu seks næmingar boða frá. Landsstýrið væntaði sær fimm milliónir krónur í vinningsbýti frá BankNordik í ár, men teir pengarnir koma ikki í landskassan. Tí á aðalfundinum hjá BankNordik 30.mars fer nevndin at mæla til, at einki vinningsbýti verður latið fyri 2011. Í staðin fyri skal alt ársúrslitið flytast millum ár. BankNordik hevði 31 milliónir krónur í avlopi í fjør, men tað var fyri skatt. Hetta er nógv minni enn í 2010, tá avlopið var 416 milliónir krónur. Men tað árið seldi bankin Bakkafrost, og tí var inntøkan óvanliga stór. Útreiðslurnar av Amagerbankanum gera úrslitið so soltið hesa ferð. Haraftrat gjørdi ódnarveðrið í vetur, at inntøkurnar hjá samtakinum gjørdust minni enn væntað, tí Trygd hevði stórar útreiðslur. Á aðalfundinum 30.mars verður Bent Naur, fráfarandi stjóri í Ringkjøbing Landbobank, valdur í nevndina hjá BankNordik í staðin fyri Keld Søndergaard Holm. Umsóknirnar um at sleppa á Studentaskúla og HF skeiðið í Hoydølum næsta skúlaár seta met. 356 umsóknir eru komnar, og tað er met, sigur rektarin, Mikkjal Helmsdal. Av teimum 356 vilja 251 sleppa á Studentaskúla, meðan hini 105 hava søkt um upptøku á HF skeið. Nú fara vit at gjøgnumganga umsóknirnar, og øll upptøkutilgongdin skal vera liðug, tá henda vikan er av, sigur rektarin. Skúlin hevur skyldu at taka allar næmingar inn, sum eru skikkaðir. Mikkjal Helmsdal sigur, at sum tað sær út nú, noyðist skúlin taka tveir flokkar fleiri inn, enn tað fara út. Spurdur, hvussu tey loysa hølistrupulleikarnar, sum standast av hesum, sigur hann, at tað er ikki avgjørt enn, men tað fara tey at tosa við Mentamálaráðið um. Spurningurin er, um tað ber til at loysa trupulleikan við at leingja skúladagin, ella um vit noyðast at fáa eyka høli til vega, sigur Mikkjal Helmsdal. Bíligasta loysnin er at leingja skúladagin. Danski Lundbeck grunnurin hevur játtað 121 milliónir krónur til ein granskingarverkætlan, sum føroyska Ílegusavnið eisini er partur av. Hetta er størsta einstaka granskingarjáttan, sum er latin til sálafrøðiliga økið í Danmark nakrantíð. Lundbeck hevur játtað tær 121 milliónirnar til iPSYCH, sum er eitt toymi við granskarum innan sálarfrøði og ílegur. Hetta toymið hevur samstarv við Statens Seruminstitut, Beijing Genomics Institute BGI , de Code Genetics í Islandi og Ílegusavnið í Føroyum. Hetta vísir, hvussu týdningarmikið tað er at vera partur av altjóða granskingarumhvørvinum, sigur Guðrið Andorsdóttir, stjóri á Ílegusavninum. Fyri føroyska ílegu og sálarfrøðiliga gransking fær hetta stóran týdning, sigur hon. Eisini Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, fegnast Stóra játtanin er ein stór viðurkenning av dygdargóða arbeiðnum, sum Ílegusavnið ger, og hetta prógvar, at føroyska heilsugranskingin er á høgum stigi, sigur hann. Í granskingarverkætlanini eru fimm sálarfrøðiligar sjúkur skizofreni, biopolar manio depressivitetur , tunglyndi, autisma og ADHD. Framsókn hevur skotið upp at heita á landsstyrið um at leggja fram lógaruppskot um konjuktur mótgangandi fíggjarpolitikk. Framsókn sigur, at seinastu mongu árini hava verið óneyðuga stór sveiggj í føroyska búskapinum, sum hava havt neilig árin á borgaran og vinnuna. Orsøkin er, at politiska skipanin megnar ikki at standa ímóti ynskjum og krøvum um størri útreiðslur í almenna geiranum í góðum tíðum, sigur flokkurin. Tá konjuktururin og harvið skattainntøkurnar eru yvir miðal, verður nýtslan sett eftir hesum. Tá konjuktururin kemur niður aftur í miðal ella niðurum, er neyðugt at skerja almennu nýtsluna. Avleiðingin er, at almenna nýtslan er við til at økja sveiggini soleiðis, at í góðum tíðum verður búskapurin ov heitur, har vandi er fyri inflasjón, og vit missa kappingarevni. Í niðurgangstíðum verður spart, og skerjingarnir raka bæði starvsfólk hjá tí almenna og borgarar, sum fáa tænastur frá tí almenna. Nógvur peningur at spara Framsókn vísir á eitt konjuktur mótgangandi modell, har nýtslan næsta árið er ein samanseting av inntøkum, sum hava verið trý ár frammanundan. Í 2007 var nýtslan 4 milliardir krónur og 4,5 milliardir 2008. Men modellið hevði tryggjað, at nýtslan var á leið hálva millard krónur minni, og frá 2006 til 2008 hevði borið til at spart 1,3 milliardir, sigur Framsókn. Uppskotið kemur til fyrstu viðgerð í tinginum friggjadagin. Øll fáa atgongd til makrelin í ár, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður. Hann vísir tí aftur, at húkaflotin ikki fær part í makrelkvotuni. Nevndin í felagnum Línuskip gjørdi vart við seg um vikuskiftið. Hon segði, at línuskipini fáa onga makrelkvotu í ár. Hóast vit hava fingið greiðar ábendingar um, at einki verður í okkara part, vilja vit staðiliga heita á landsstýrismannin í fiskivinnumálum og løgmann um at virka í móti, at línuflotin fær mønustingin, sigur felagið Línuskip. Men landsstýrismaðurin sigur í dag, at tað alla tíðina hevur verið ætlanin, at øll fáa atgongd til makrelin. Tjóðveldi hevur skotið upp at seta eitt barnumboð á stovn undir Løgtingsins Umboðsmanni. Tjóðveldi sigur, at foreldur hava fulla ábyrgd av at uppala og verja síni børn fyri hóttanum í gerandisdegnum, men bæði børn, foreldur og politikarar fáa gagn av einum barnaumboði, sum skal tryggja, at samfelagið virðir rættindi, tørv og lógarætt hjá børnum. Barnaumboðið kann hava barnatelefon ella heimasíðu, har børn kunnu ringja og skriva, og leita sær hjálp og upplýsing. Barnaumboðið skal arbeiða óheft og ikki verða knýtt at aðrari almennari fyrisiting, eitt nú Almannastovuni. Tjóðveldi sigur, at skipanin verður metta at kosta landskassanum 750.000 krónur um árið. Landsstýrismaðurin skal sambært uppskotinum seta barnaumboðið í eitt fimm ára skeið, og tað skal bera til at seta umboðið av nyggjum í mesta lagi fimm ár afturat, uttan at starvið verður lýst leys. Seinastu árini hevur SÍ verið eitt av fremstu liðum innan føroyskan flogbólt. Sørvágur, ið eigur flogbóltsliðið SÍ, er ikki ein stór bygd, men hóast tað, so megnar bygdin ferð eftir ferð at seta kappingarfør flogbóltslið saman, sum á hvørjum ári liggja javnt best við hini liðini í landinum. Tað eru ikki bara meistaradeildirnar, ið liggja millum tey bestu liðini. Dreingir 14 og 16 eru eisini væl við í kappingi. Og tær ungu gentirnar eru væl á veg uppeftir. Jákup á Stongum, formaður í SÍ, heldur, at tað liggur so væl fyri hjá Sørvingum at spæla flogbólt, tí tað hevur ikki verið serliga nógvir annar ítrottur at spælt. SÍ varð stovnað í 1969, tá flogbólturin kom til Føroyar, og liðið hevur verið virkið líka síðani. Í 2001 komu tveir útlendingar til SÍ tann eini at venja kvinnurnar, og hin sum spælandi venjari hjá monnum. Ikki fyrr enn eftir hesir nýggju venjarnir vóru komnir, bleiv S Igrave eitt framúr gott lið. Bæði kvinnurnar og mennirnir hava vunnið bæði steypafinaluna og føroyameistarheitið fleiri ferðir. Í ár blivu mennirnir hjá SÍ aftur steypavinnarar. Meistaradeildin hjá monnunum hevur vunnið greipuna tríggjar ferðir, og ætlar sær eisini eftir henni í ár. Eisini havi eg tosað við tveir av ungu leikarnum hjá SÍ. Annar eitur Kasper Lorenzen, og spælir við bæði dreingum 16 og meistardeildini. Hin er Jákup Martin Weihe og spælir við dreingum 14 og 16. Teir vóru ógvuliga samdir um, at síðani SÍ hevur fingið serbiskar venjarar, hava liðini ment seg ógvuliga nógv. Leikarnir hava fingið aðrar avbjóðingar, og eru komnir upp á eitt heilt annað støði. Anfinn V. Hansen heldur fram sum formaður í Reiðarafelagum fyri føroysk farmaskip. Á aðalfundinum, sum var á grækarismessu, varð samtykt at víðka nevndina úr fimm upp í sjey nevndarlimir. Tí skuldu fimm nevndarlimir veljast. Umframt teir tríggjar nevndarlimirnar, sum stóðu fyri vali, vórðu Hentzar Steimgrímsson og Jónas Sigmarsson valdir í nevndina. Í nevndini sita nú Rúni V. Poulsen, Gunnbjørn Joensen, Anfinn V. Hansen, Jens Meinhard Rasmussen, Kaj M. Petersen, Hentzar Steimgrímsson og Jónas Sigmarsson. Nevndin hevur skipað seg við Anfinni V. Hansen sum formanni. Jens Meinhard Rasmussen er næstformaður. Tá bygt verður í framtíðini skal byggingin lúka nútímans góðskukrøv og krøv til heilsu, trygd og umhvørvi. Tað sigur Innlendismálaráðið í einum uppskoti um byggilóg, sum kemur til viðgerðar í tinginum í morgin. Eingin landsbyggireglugerð er galdand í Føroyum, og avleiðingin av hesum er, at bygging sum heild ikki er fevnd av reglum og krøvum, til dømis bjálving, innlegging, orkunýtslu o.s.fr. Tað fer nýggja byggilógin at broyta. Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, sigur, at byggilógin er bara fyrsta stigið ar røkka endamálinum. Lógin heimilar, at fleiri kunngerðir verða settar í verk, sum áseta ítøkilig krøv til bygningar. Fyrsta kunngerðin um atkomuviðurskifti til bygningar fyri fólk, ið bera brek, er longu komin. Innlendismálaráðið sigur, at lógaruppskotið fær fíggjarligar avleiðingar fyri tann, sum skal byggja, tí krøvini verða herd. Tí má roknast við, at íløgan verður eitt vet dýrari, men meirkostnaðurin fer at javna seg aftur í dygd og sparingum, millum annað tí at húsini verða betur bjálvað. Verri enn so allir altjóða sáttmálar, sum Danmark hevur skrivað undir, og sum eru komnir í gildi, eru eisini galdandi fyri Føroyar og Grønland. Sambært einum yvirliti, sum danska Uttanríkisráðið hevur gjørt fyri fólkatingið, eru 60 sáttmálar ikki galdandi fyri Føroyar. Upp aftur fleiri eru heldur ikki galdandi fyri Grønland. Fólkatingið vildi fyri mongum árum síðani hava ein lista við altjóða sáttmálum, og Uttanríkisráðið ger hendan listan, sum seinast er dagførdur í desember í fjør. Á listanum eru 131 sáttmálar, sum Danmark hevur verið við til at samráðast um. Allir eru tó ikki farnir at virka enn. Sambært yvirlitinum eru 16 sáttmálar eisini galdandi fyri Føroyar, og 60 eru ikki. Nakrir av hinum 55 sáttmálunum eru galdandi fyri ES, og støða er enn ikki tikin til, um nakrir sáttmálar skulu setast í gildi í Føroyum. Tá stjórin í Ringkjøbing Landbobank, Bent Naur, leggur frá sær síðst í apríl, verður hann ikki heilt arbeiðsleysur. Hann skal vera nevndarlimur í BankNordik, skrivar heimasíðan epn.dk. Bent Naur hevur í 25 ár staðið á odda fyri bankanum, sum nógvir greinarar kalla best rikna bankan í Danmark. Bent Naur sigur við epn.dk, at Klaus Rasmussen, nevndarformaður í BankNordik, bað hann koma í nevndina hjá BankNordik. BankNordik hevur aðalfund í morgin. Samstundis sum Bent Naur gevst sum bankastjóri í Ringkjøbing Landbobank um ein góðan mánað fer hann úr sjey nevndum, millum annað nevndunum hjá Nykredit, Totalkredit og Bankdata. BankNordik keypti í februar í 2010 12 deildir hjá Sparbank í Danmark og í fjør keypti føroyski bankin ein part av Amagerbanken. Eg skal leggja teimum lag á, hvussu til ber at fáa effektivt bankavirksemi burtur úr Amagerbanken og Sparbank, sigur komandi nevndarlimurin í BankNordik við epn.dk. SÍ nærkast Føroyameistaraheitinum. Í øllum førum vóru sørvingar greitt omaná, tá teir á heimavølli vunnu 3 2 á Mjølni í kvøld. Dysturin endaði 3 0 til SÍ og øll settini vórðu vunnin sannførandi. 25 20 25 16 25 14 Næsta leygardag 24 3 verður onnur finalan. Tá verður spælt á Eiði. Í einum góðum og undirhaldandi dysti vann Mjølnir 3 2. Settúrslitini 25 27, 25 19, 25 18, 24 26 og 15 8. Fleyr fekk ein hvøkk í byrjanini av øðrum setti, tá miðleikarin Sóley M. Petersen fekk skaða og mátti gevast. Mjølnir er nú á meistarakós, men alt er ikki avgjørt enn. Næsta leygardag 24 3 verður onnur finalan. Tá verður spælt á Eiði. Fyri at røkja starvið, sum fólkavalt umboð í løgtinginum, fáa politikarar 35 túsund og 495 krónur um mánaðin. Árslønin er 426.000 krónur. Aftrat hesari løn fáa tingfólk eitt árligt skattafrítt kostnaðarendurgjald, grundað á reglurnar um endurgjald til tænastu og starvsmenn. Skattafríu gjøldini eru ymisk eftir, hvar tingfólkini búgva, men tey byggja á 100 ferðir aftur og fram við báti, 100 ferðir aftur og fram við bili, og tímapening 10 tímar teir 100 dagarnar, suðuroyartingmenn fáa tó fullan dagpening teir 100 dagarnar. Sambært lógini verða 1 100 av kostnaðarendurgjaldinum drigin frá fyri hvønn tingfund, tingfólk ikki møta. Og tingfólk møta væl upp, tí einans 60.000 krónur vórðu drignar frá í seinastu tingsetu. Norðoyggjar 69.120 krónurEysturoy 56.400 krónurSuðuroy 50.000 krónurVágoy 48.000 krónurNorðstreym 40.600 krónur Sandoy 39.600 krónurSuðurstreym 24.400 krónur Lógin ásetir, at tingfólk, sum búgva í Havn, hava ikki rætt til kostnaðarendurgjald. Umframt kostnaðarendurgjaldið fáa øll tingfólk 2000 krónur í samskiftisviðbót um mánaðin.Sambært Løgtingsskrivstouni fáa tingfólk tilsamans um 2 milliónir krónur í kostnaðarendurgjaldið um árið. Slóðir Sí løgtingslógin við ásetingini um kostnaðarendurgjaldið Tikið úr Álitinum í Fíggjarnevndini, sum viðgjørdi uppskotið at endurskoða kostnaðarendurgjaldið. Higartil hevur verið siðvenja, at ein nevnd kannar og gevur tilmæli til samsýningar til landsstýrisfólk, meðan formansskapurin í Løgtinginum leggur uppskot um samsýningar til løgtingsfólk. Men løgmaður vónar, at uppskotið fevnir bæði um samsýningar til landsstýris og løgtingsfólk. Men á Løgmansskrivstovuni arbeiða tey við einum uppskoti, sum leggur upp til at seta eina óhefta nevnd, sum skal avgera samsýningar hjá bæði landsstýrisfólki og løgtingsfólki. Orsøkin er, sambært løgmanni, at tað tykist vera torført hjá landsstýrinum at fremja tað, sum ráðgevandi nevndin higartil er komin við. Tað sær út til, at øll hesi árini hevur man ikki megnað at fáa broytingar í tær samsýningar, sum eru, sigur løgmaður, sum væntar eina breiða semju um uppskotið. Hann hevur hugt eftir fleiri leistum í hinum norðanlondunum og hevur fingið gott eyga á tann íslendska leistin, sum leggur upp til ein óhefta nevnd, sum verða sett saman av fleiri myndugleikum fyri at tryggja armslongd frá politisku skipanini. Tú fært ein so stóran objektivitet sum møguligt, hvar ið vit ikki sleppa framat at seta okkara egnu samsýningar, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. AElig tlanin er at leggja uppskotið fyri Løgtingið á ólavsøku. Fyrrverandi løgtingslimurin og løgtingsformaðurin hjá Tjóðveldi, Hergeir Nielsen, tók fyrrapartin orðið undir kjakinum aftaná formannsfrágreiðinginina hjá Høgna Hoydal. Tjóðveldi eigur at umhugsa at leggja uppskot um misálit á Løgmann fyri Løgtingið, helt Hergeir Nielsen. Hann helt at tað er ongin stjórnarleiðari í nøkrum framkomnum landi kundi sloppið væl frá at bróta landsins stýrisskipan so dyggiliga, sum sitandi løgmaður. Hetta eigur løgtingið at taka støðu til. Málini, sum Hergeir Nielsen vísti á, sum eru so álvarslig, at tey eiga at fáa løgtingið at hyggja nærri eftir løgmanni og hansara arbeiði, eru samráðingarnar, løgmaður hevði í samband við fiskivinnusamráðingar við Ísland og blokksamráðingar við Danmark. Hann metti, at tað er púra greitt, at løgmaður átti at ráðført seg við uttanlandsnevndina fyrst. Tað er groft brot á stýrisskipanarlógina, staðfesti fyrrverandi løgtingsformaðurin, og kom við kravið um at løgtingið eigur at seta hann til svars fyri. Um tíggjutíðina fór Høgni Hoydal undir sína formannsfrágreiðing á flokstinginum í Fámjin. Han dróg samanum bæði søguligar hendingar, politiska støðan í landinum og hvussu flokkurin sjálvur hevur klára seg hesi seinastu árini. Hann segði millum annað at flokkurin eigur at brúka hetta flokstingið at spyrja seg sjálvan. Hvørjum samfelag og hvørjum virðum skal Merkið flagga fyri í komandi tíðum Hvar stendur tjóðveldisrørslan Og hvussu megna vit aftur at savna fólk kring landið alt um tey bjørtu mál og hugsjónir, sum hava borið hetta landið og hesa tjóðina fram gjøgnum søguna og nútíðina, spurdi Hoydal. Hann legði afturat at neyðugt er at siga sum tað er, sum hann sær tað Vit standa í eini sera, sera álvarsligari støðu sum land, sum tjóð, og sum flokkur og politisk rørsla ja, sum fólk í Føroyum. Eftir eitt ár, har tvey val hava givið okkum dygg bjølgakøst verður landið nú myndað av eini stjórn, ið fremur knappligar og fólkaræðisliga óviðgjørdar grundvallarbroytingar í samfelagnum. Eitt slag av kvettstøðu, har avgerðirnar hava djúptøknar avleiðingar fyri allar núlivandi og komandi føroyingar. Og avgerðir, sum ganga beint ímóti øllum tí, sum tjóðveldisrørslan byggir á og hevur barst fyri gjøgnum ættarlið. Vitt eru so at siga farin úr øskuni í eldin í føroyskum stjórnmálum. Í knøpp átta ár, hevur landsins stjórn verið myndað av politiskari stillstøðu og naggatódn, har ongar avgerðir hava verið tiknar og alt hevur bara snúð seg um at sita við valdið og lata standa til. Búskapurin hevur verið sleptur uppá fjall og eftir stokkutan hita við ovurnýtslu og tilvildarligum marglæti, er stórt hall vundið uppá landskassaroknskapin. Og stútt hevur verið roynt at niðursjóða allar neyðugar nýskipanir og frambrot, segði Hoydal. Tað kennist sum landið verður stýrt eftir einari kovboy bók, har skotið verður fyrst og spurt aftaná. Kringvarpið fylgir flokkstinginum og kemur við meir frá Fámjin. Tilfar 600 g av súreplum 100 g av smøri 100 g av sukuri 2 egg 150 g av hveitimjøli 2 tesk av bakipulvuri Sevja og rivið skal av einari appelsin 100 g av rivnum marsipani Arbeiðsháttur Sker súreplini í tunnar bátar Píska smørið og sukurið væl saman Píska eggini eitt í senn og píska væl ímillum hvørt Blanda hveitimjølið og bakipulvurið saman og vend í deiggið Vend restina av tilfarinum í Smyr eitt ovnfast fat við olju og koyr deiggið í Stroy mandluflakar omaná Hita ovnin til 175 stig og baka mitt í ovninum í umleið 35 40 min Fyrireikingarnar til undirhaldssendingina Mælt, sum aftur verður send beinleiðis úr Kringvarpshøllini í kvøld, eru í hæddini. Millum gestirnar, sum verturin, Høgni í Jákupsstovu, fær í sjónvarpsstovuna, er Elin á Rógvi, sum man vera best kend úr barnaútvarpinum. Hon fekk herfyri starvsløn úr Mentanargrunninum. Ein annar gestur, sum enn er ónevndur, dugir væl at íbirta íkjak um mangt og hvat. Sang og tónleikaframførsla er fastur táttur í Mælt, og í kvøld fer Eivør Pálsdóttir at framføra tvey løg av nýggju fløguni, ið kemur í næstum. Tórður Mikkelsen og Jóhanna á Tjaldrsfløtti matgera, og Tórður hittir eisini onnur fólk í sendingini. Mælt beinleiðis úr kringvarpshøllini klokkan 21.30, beint eftir avgerðina í X factor Fyri fyrstu ferð í fleiri ár hevði Smyril Line avlop í fjør. Vinningurin var 9,3 milliónir krónur, og úrslitið er 25 millónir krónur betri enn í fyrraárið, tá hallið var 15,7 milliónir krónur. Tað eydnaðist at fáa yvirskot, hóast oljuútreiðslurnar í fjør vóru 10 milliónir krónur størri enn í 2010. Smyril Line sigur, at høvuðsorsøkin til, at úrslitið batnaði, er størri søla og munandi sparingar í rakstrinum. Raksturin var slakar 19 milliónir krónur bíligari í fjør enn árið fyri. Størstu sparingarnar eru í umsitingini og lønarútreiðslum. Í november í fjør varð kapitalgrundarlagið hjá Smyril Line styrkt við 40 milliónum krónum, og samstundis er gjaldførið næstu árini bøtt við 150 milliónum. Útlitini eru góð Smyril Line sigur, at útlitini eru góð. Dentur verður lagdur á at bjóða betri tænastu umborð á Norrønu, og roynt verður at spara enn meiri í rakstrinum. Men oljuprísurin er framvegis ein avjóðing, sigur felagið. Jens Meinhard Rasmussen heldur fram sum nevndarformaður í Smyril Line eftir aðalfundin í dag. Hinir nevndarlimirnir eru Teitur Poulsen, Linda Bjørk Gunnlaugsdóttir og Hendrik Egholm. Stjóri í Smyril Line er Rúni V. Poulsen. Løgmaður hevur gjørt av at lata sendistovu Føroya í London aftur í heyst. Avgerðin er liður í rationaliseringum á uttanríkistænastuni í Løgmansskrivstovuni. Virksemið mótvegis Bretlandi verður tó ikki niðurlagt, men verður í framtíðini røkt á sendistovuni í Brússel, sum ætlandi verður styrkt í sambandi við umskipanirnar, sigur Løgmansskrivsstovan í tíðindaskrivi. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, sigur, at tað harmar seg, neyðugt verður at lata sendistovuna í London aftur. Men Løgmansskrivstovan má, eins og øll onnur stjórnarráð, laga seg til fíggjarligu umstøðurnar. Rationaliseringar mugu tó fremjast, so tær darva sum minst, og eg vænti, at Sendistovan í Brússel frameftir fer at røkja og menna okkara samskifti við Bretlandi og Írland á fullgóðan hátt, sigur løgmaður. Broytingar í lógini um vinnuligan fiskiskap eiga at verða fyrireikaðar og viðgjørdar í fyrisitingini, har serfrøðin er. Tað segði landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, tá løgtingið í gjár viðgjørdi eitt uppskot til samtyktar um at seta grein 25 nevnd at gera fiskivinnunýskipan. Uppskotið eiga andstøðuflokkarnir, sum skjóta upp, at løgtingið skal seta eina nevnd við umboðum fyri allar flokkar á tingi at gera uppskot til nýggja skipan fyri føroysku fiskivinnuna, ið skal vera galdandi frá 1. januar í 2018. Nú øll fiskiloyvi ganga út í 2018, er neyðugt, at nýggj skipan verður gjørd sum skjótast, soleiðis at fiskivinnan fær greið boð um framtíðar karmarnar, halda uppskotsstillararnir. Jacob Vestergaard helt, at slík skipan fyrst og fremst eigur at verða viðgjørd í fyrisitingini, har serfrøðin er Hann segði seg vilja hava eina breiða viðgerð í løgtinginium av teimum broytingum, sum skulu fremjast í lógini um vinnuligan fiskiskap. Uppskotið til samtyktar frá Tjóðveldi, Framsókn og Javnaðarflokkinum varð beint til viðgerðar í Vinnunevndini. Nú veldst um pengarnar, um Skrásetingin heldur fram at granska Eik Grunnin. Skrásetingin gjørdi í fjør av at granska sum tað eitur á tí fakmálinum Eik Grunnin. Eyðfinnur Jacobsen, advokatur, varð settur at gera tað, og hann er komin við einari ávegis frágreiðing. Har sigur hann millum annað, at granskingin kann gerast fyri upprunaligu kostnaðarmetingina, sum er hálv onnur millión krónur. Men so er brúk fyri einari millión og 315.000 krónur afturat, tí bara 185.000 krónur vórðu brúktar av játtanini í fjør, sum var 500.000 krónur Men tær 315.000 duttu burtur á nýggjaárinum, tí játtanin hevði ikki C átekning. AElig tla at biðja um eykajáttan AElig tlanin er at biðja Vinnumálaráðið um eykajáttan, sigur Jógvan Thomsen, stjóri í Skrásetingini. Men tað verður ikki beint nú, tí týsdagin fer Skiftirætturin at avgera, um kravið hjá Skrásetingini um pengar til granskingina skal frammaliga í røðini við krøvum móti trotabúnum eftir Eik Grunnin.Sambært grunnalóggávuni skal ein grunnur, sum verður granskaður, sjálvur rinda granskingina, men grunnamyndugleikin, í hesum førinum Skrásetingin, leggur út. Skrásetingin hevur longu kannað Eik Grunnin. Tann kanningin hevur avdúkað umstøður, sum kunnu sáa iva um, antin nevndin í Eik Grunninum bara virkaði sambært lóg um vinnurekandi grunnar og áhugamálunum hjá grunninum, ella um óviðkomandi fyrilit eisini vóru tikin. Skrásetingin vil hava greiðu á, um nevndin í Eik Grunninum helt tær skyldur og livdi upp til ta ábyrgd, sum henni var áløgd eftir grunnalóggávuni, umframt møguliga aðrari vinnulóggávu. Fyrst og fremst viðurskifti hjá Eik Grunninum seinastu fimm roknskaparárini, frá 2006 til 2010, verða kannað. Endalig frágreiðing í summar Eyðfinnur Jacobsen hevur latið Skrásetingini eina ávegis frágreiðing. Endalig frágreiðing skuldi latast í seinasta lagi 1.juli í ár. Men tað veldst alt um, antin pengar fáast til granskingina. Løgtingið er ikki so hugað at lata pengarnar. Og síðani veldst eisini um, hvør støðan hjá kravinum hjá Skrásetingini móti trotabúnum verður eftir avgerðina hjá Skiftirættinum týsdagin. Og tann avgerðin kann kærast, men gevur tó helst eina ábending um møguleikan at fáa pengarnar frá trotabúnum. Enn er heldur ikki greitt, um trotabúgvið fer at hava so frægt av pengum, tá avtornar, at Skrásetingin kann fáa hálva aðru millión. Fjórðingsfinalur Apoel FC Real Madrid Marseille Bayern Munchen Benfica Chelsea AC Milan FC Barcelona Hálvfinalur Marseille ella Bayern Munchen móti Apoel FC ella Real Madrid Benfica ella Chelsea móti AC Milan ella FC Barcelona KÍ hevur gjørt sáttmála við ungverska málverjan Andras Gango, ið fyrr hevur leikt við ÍF og NSÍ. Andras Gango er 28 ára gamal og hevur drúgvar royndir í fremstu deildini. Samstundis er greitt at verjuleikararnir John Hammer og Oddmar á Lakjuni og miðvallarin Eli Simonsen verða tøkir hjá Páll Guðlaugsson, tá teir koma til Føroya fyrst í mai. Teir ganga allir á Universitet í Amerika og verða heima í Føroyum til august. Arbeitt verður framvegis við at byggja eitt uppsjóvarvirki í Fuglafirði, men tað verður ikki so stórt, sum upprunaliga ætlað. Í Fuglafirði høvdu tey vónað, at Varðin í Gøtu, fór at seta pengar í ætlaða virkið, men tá Varðin í staðin gjørdi av at seta pengar í eitt uppsjóvarvirki á Tvøroyri, steðgaði ætlanin í Fuglafirði á. AElig tlanin var upprunaliga, at nýggja virkið skuldi arbeiða eini 1200 tons um samdøgrið, men nú verður arbeitt við eini ætlan um eitt virki, ið kann taka ímóti 600 tonsum um samdøgrið, sigur Sigurð Simonsen, borgarstjóri í Fuglafirði. Sigurð Simonsen sigur, at ein ávísur áhugi er, nú virkið at byrja við verður minni og bíligari. Men tað verður ikki til makrelvertíðina í ár, at uppsjóvarvirkið í Fuglafirði tekur ímóti fiski, staðfestir borgarstjórin. Hann sigur, at í Fuglafirði duga tey tó ikki at hugsa sær eina framtíð við ongum uppsjóvarfiski Bæði í ES ráðharraráðnum og í ES tinginum hava ætlaðu handilsforðingarnar hjá ES nevndini móti Føroyum og Íslandi so stóran týdning, at avgerðin fer skjótt gjøgnum ta annars sera stirvnu mannagongdina hjá ES, tá avgerðir skulu takast. Tað metir norska fiskivinnublaðið Fiskeribladet Fiskaren. Alt bendir á, at heimildin at seta í verk forðingar móti Føroyum og Íslandi kemur longu í vár, og sjálvar forðingarnar koma í heyst. Hjá Føroyum ræður nú um at avmarka skaðan, so hann eitt nú ikki nervar onnur fiskasløg enn makrel, segði Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, við Útvarpið í gjár. Sjúrður Skaale roynir at fáa Danmark, sum er limur í ES, at hjálpa føroyingum við at avmarka ætlaðu tiltøkini so nógv sum gjørligt. Ikki treytaleysur stuðul Føroyski fólkatingsmaðurin hevur víst donsku stjórnini á, at stuðulin hjá Javnaðarflokkinum til stjórnina hjá Helle Thorning Schmidt, forsætisráðharra, er ikki treytaleysur. Fyri at leggja dent á hetta, var formaður Javnaðarfloksins, Aksel V. Johannesen, við, tá Sjúrður Skaale í gjár hevði fund við danska matvøru og fiskimálaráðharran, sosialdemokratin Mette Gjærskov. Men sambært Fiskaren er fullkomið handilsbann móti Føroyum og Íslandi neyvan sannlíkt. Men handilsbann móti makreli kemur uttan iva. Vindmyllurnar hjá Vestas eiga at tola 70 m s. Kortini eru tvær myllur hjá SEV í Neshaga farnar í óveðri í vetur. Vestas leitar eftir orsøkini, men enn er eingin niðurstøða. Tað sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV. Hann svarar stjóranum hjá kappingarneytanum, Røkt, sum hevur sagt við Vágaportalin, at SEV hevur ikki nóg góðar vindkanningar í Neshaga. Hevði SEV betri vindkanningar, visti SEV meira um umstøðurnar í Neshaga, og so vóru óhappini neyvan hend, sigur Jóhann í Niðristovu, stjóri í Røkt, við Vágaportalin. Hann heldur, at SEV átti at slept ætlan sínari í Neshaga, har sum SEV ætlar at seta upp tríggjar myllur afturat. Røkt hevur tríggjar myllur oman fyri Vestmanna. Tær eru av sama slagi sum myllurnar hjá SEV. Seinasta óhappið hjá Røkt var í februar 2008. Vit gjørdu sera neyvar vindkanningar, áðrenn vit settu okkara myllur upp, og tí vita vit eisini, hvørjir veikleikarnir eru, sigur Jóhann í Niðristovu við Vágaportalin. Hava gjørt kanningar Hákun Djurhuus svarar aftur á heimasíðuni hjá SEV, at SEV gjørdi neyvar vindkanningar í Neshaga í langa tíð, áðrenn myllurnar vórðu settar upp har. Myllurnar hjá Vestas eru bygdar til at tola vindferð upp í 70 m s. Hákun Djurhuus sigur, at týska fyritøkan Enercon, sum skal lata tríggjar myllur at seta upp á Eystnesi í Neshaga í summar, hevur fingið alt at vita um vindin í Neshaga og nógvu stormarnar og ódnirnar nú í vetur. Enercon hevur kortini ikki tikið nakað fyrivarni í avtaluni við okkum. Tvørturímóti hava vit fingið at vita, at vit kunnu kenna okkum trygg við at brúka myllurnar hjá teimum í Neshaga, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV. Menninir rinda tveir triðingar av lønarskattinum í Føroyum. Sambært tølum hjá TAKS rindaðu menn eina milliard og 750 milliónir í skatti í 2010 og kvinnur 996,5 milliónir.Menn rinda sostatt tveir triðingar av inntøkuskattinum, sum landið og kommunurnar fáa. Tølini eru í svari frá Jørgeni Niclasen, landsstýrismannin, til Kristionnu Winther Poulsen, løgtingskvinnu. Hon spurdi, um flatskatturin minkar lønarmunin millum menn og kvinnur, og um hann ger, at tað eisini loysir seg betur hjá kvinnum at arbeiða meira. 60 prosent av kvinnunum á føroyska arbeiðsmarknaðinum arbeiða ikki fulla tíð. Kristianna Winther Poulsen vildi hava at vita, hvussu stórur munur er á vinninginum, sum ávikavist kvinnur og menn fáa burtur úr skattalættanum. Landsstýrismaðurin svarar, at skattalógin ger ikki mun á kvinnum og monnum. Hvussu menn og kvinnur innrætta seg á arbeiðsmarknaðinum er ein heilt annar spurningur, sum fólk sjálvi hava frælsi til at raðfesta. Skattalættin eggjar í øllum førum ongum til at fara av arbeiðsmarknaðinum, sigur Jørgen Niclasen. Giktalæknin Pero Sore heldur fram í starvi sínum á Landssjúkrahúsinum. Pero Sore hevði annars sagt seg úr starvi 1. apríl, tí hann var ónøgdur við arbeiðsumstøðurnar á Landssjúkrahúsinum. Fyrradagin fekk landsstýrismaðurin í heilsumálum fleiri enn 700 undirskriftir frá starvsfólkum á Landssjúkrahúsinum og øðrum borgarum, sum vildu hava eina skjóta loysn á málinum. Tað lovaði Karsten Hansen. Í dag undirskrivaðu partarnir so undir eina avtalu, ið hevur við sær, at Pero Sore fyribils heldur fram at veita giktasjúkum føroyingum sínar tænastur. Talan er tó bara um eina fyribilsavtalu, ið ásetir, at Pero Sore heldur fram at veita serlæknatænastu innan rheumatologi. Fyribilsavtalan fevnir um veitingar og takstir fyri privat starvandi serlæknar í giktasjúkum. Í avtaluni verður lagt upp fyri, at hon er bara fyribils, og takstirnir skulu ikki leggja støði fyri sáttmálasamráðingarnar, sum verða í næstum. Átta matvørihandlar, sum hava verið við í Samkeyp samtakinum, fara nú undir at marknaðarføra seg sum A handlar. Tað verður gjørt fyri at royna nýggjar leiðir, og fyri at kunna geva brúkarunum fleiri og bíligari vørur, sigur ein av stigtakarunum, Petur Erik Djurhuus. Umframt teir tríggjar handlarnar hjá PE í Havn og Sørvági, eru tveir handlar hjá Inn í Havn, ein við Norðskála og ein í Klaksvík, og Haraldsen í Fuglafirði við í nýggju handilsketuni. Higartil hava handlarnir verið við í Samkeyp samtakinum, og handlarnar hjá somu eigarum, sum ikki vera við í A ketuni, halda fram í Samkeyp, sigur Petur Eirik Djurhuus. AElig tlanin er at skipa raksturin øðrvísi, og fólk skulu eisini fáa bíligari vørur, sigur hann. Teir átta handlarnir, sum verða marknaðarførdir sum A handlar, byrja nýggja virksemið leygardagin. Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum. Tvøroyrar kommuna rindaði ikki Ólavi Rasmussen tær 600.000 krónur í fjør, sum býráðið samtykti, at hann skuldi fáa fyri at arbeiða við Salt verkætlanini. Tað sigur borgarstjórin í teldubrævi til Fíggjarmálaráðið stutt fyri jól í fjør. Fíggjarmálaráðið gjørdi býráðið vart við, at pengarnir skuldu gjaldast í fíggjarárinum 2011. Men Ólavur Rasmussen hevur eina fráfaringaravtalu við Mentamálaráðið, og so skuldi samsýningin frá Tvøroyrar kommunu fyri tíðarskeiðið 1.juli í 2009 til 1.juli í 2010 mótroknast har. Hálvan desember í fjør spurdi Fíggjarmálaráðið býráðið, um kommunan hevði goldið samsýningina fyri hetta árið. Nakrar dagar seinni svarar borgarstjórin, at tað hevði kommunan ikki. Kristin Michelsen, borgarstjóri, hevur sagt við Útvarpið, at kommunan hevur onga avtalu gjørt við Ólav Rasmussen um samsýningina. Talan var bara um eina býráðssamtykt. Fíggjarmálaráðið segði, at kommunan kundi ikki bíða við at rinda samsýningina til í 2013, tá Salt verkætlanin skuldi vera liðug, tí býráðið, sum var í 2010, kann ikki binda býráðið, sum verður í 2013, fíggjarliga. Stendur tað til Framsókn skulu tey, sum leggja uppskot fyri tingið, hava møguleika at fáa orðið í fimm minuttir, áðrenn framsøgufólkini fáa orðið. Framsókn hevur lagt fram uppskot um at broyta tingskipanina. Flokkurin sigur, at teksturin í einum løgtingsuppskoti er minni enn so altíð so greiður, at hann einsamallur er nóg gott grundarlag undir viðgerðini. Hetta er serliga galdandi, tá løgmaður ella landsstýrisfólk hava lagt uppskot fyri tingið, tí landsstýrisfólkið fær ikki orðið, fyrr enn framsøgufólk og mangan nógv onnur tingfólk hava sagt sína hugsan á tingsins røðarapalli. Framsókn heldur, at tað ber til at minka um vandan fyri hesum, um tann, sum leggur uppskotið fram, sleppur at lýsa málið nágreiniligari tíðliga í viðgerðini. Jenis av Rana og Bill Justinussen eru ikki bara ósamdir í spurninginum, um kostnaðarstøðið í landinum skal kannast. Teir draga heldur ikki eina línu, tá ið ræður um kostnaðarendurgjaldið hjá løgtingsfólkum. Jenis av Rana tekur undir við Javnaðarflokkinum, sum hevur skotið upp at kanna, hvørji politisk tiltøk kunnu setast verk, til tess at lækka kostnaðarstøðið. Bill Justinussen er ímóti uppskotinum. Hann sigur, at ein slík kanning kostar, og kanningin skal fíggjast. Javnaðarflokkurin hevur eisini eitt uppskot í tinginum um kostnaðarendurgjaldið. Mælt verður til, at formansskapurin tekur stig til at broyta lógina um samsýning og eftirløn løgtingsmanna, tí kostnaðarendurgjaldið endurspeglar ikki veruligu ferðaútreiðslurnar. Hesum tekur formaðurin í Miðflokkinum eisini undir við. Jenis av Rana sigur, at koyripengarnir til løgtingsfólk uttan fyri høvuðsstaðin endurspegla ikki veruligu útreiðslurnar. Bill Justinussen vil hinvegin ikki hava sitandi á sær, at hann fær fleiri koyripengar, enn hann koyrir fyri. Hann sigur, at kostnaðarendurgjaldið er rímiligt, sum tað er. Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum. íslendingar umhugsa annaðhvørt at nýta kanadiska dollaran ella evruna sum gjaldoyra. Valið stendur ímillum at lata sjálvræði í peningapolitikkinum einvíst frá sær við at nýta gjaldoyra hjá einum øðrum landi, ella at fara upp í ES, segði Jóhanna Sigurðardóttir, forsætisráðharri, í røðu síni, tá Samfylkingin, sum hon eisini er formaður fyri, helt landsfund í Reykjavík um vikuskiftið, skrivar heimasíðan EUobserver. Ein talskvinna fyri Øssur Skarph eacute ðinsson, uttanríkisráðharra, segði í gjár, at limaskapur í ES er besti møguleikin. Ísland fer væntandi at hava fólkaatkvøðu um ES limaskap tíðliga næsta ár, men kreppan í evrulondunum seinastu tíðina hevur fingið íslendingar at ivast, um tað loysir seg at fara í Evropeiska Samveldið. Vilja sleppa av við krónuna Andstøðuflokkarnir í Altinginum søgdu longu í fjør summar, at kanadiski dollarin er áhugaverdari gjaldoyra enn íslendska krónan. Kanningar vísa, at stórur meiriluti er millum íslendingar at sleppa sær av við krónuna sum gjaldoyra, men teir eru ójavnir á máli, hvørt teir skulu velja kanadiska dollaran ella evruna í staðin. Kanningar visa, at 26 prosent av teimum spurdu vilja hava Ísland upp í ES. Kanadiski sendiharrin í Reykjavík, Alan Bones, hevur sagt við íslendska kringvarpið, at Kanada er til reiðar at skifta orð um spurningin, at Ísland nýtir kanadiska dollaran sum gjaldoyra, skrivar Euobserver. Eitt verk hjá Kára Bæk, tónaskaldi, er í uppskoti at fáa tónleikavirðislønina hjá Norðurlandaráðnum í ár. Kári Bæk er tilnevndur fyri verkið Askur amp Embla the First day may be . Tað er felagið Føroysk Tónaskøld, sum hevur skotið hann upp. Innstillingin kann vera við til at varpa ljós á føroyskan tónleik, sigur Kristian Black, nevndarlimur í Føroyskum Tónaskøldum. Í ár verður virðislønin latin einum verki eftir núlivandi tónaskald. Tað eru ongar avmarkingar í tónleikaslagnum, men kravið er, at verkið er á høgum listarligum stigi, og at tað innan sína grein kann metast sum nýskapandi. Í ár kappast ellivu tónaskøld um virðislønina. Millum teirra, sum áður eru tilnevnd úr Føroyum, eru Tróndur Bogason, Orka og Kristian Black. Sunnleif Rasmussen vann virðislønina í 2002, og hann er einasti føroyingur, sum higartil hevur fingið tónleikavirðislønina hjá Norðurlandaráðnum. Tríggir næmingar í 3.G í Hoydølum hava fingið ávaring, tí teir hava brotið seg inn í telduskipan skúlans og broytt skrásetingina um fráveru. Mikkjal Helmsdal, rektari í Hoydølum, sigur, at skúlaleiðslan fegin vil hava upplýsingar, um aðrir næmingar hava framt sama brot. Nívir samvitskan hjá onkrum, er seinasta freist mánadagin at boða leiðsluni frá. Mikkjal Helmsdal sigur, at skúlin hevur eina trygdarskipan, sum avlesur, hvør er inni á telduskipanini. Til ber at fara eitt heilt ár aftur í tíðina at síggja, hvør hevur brúkt skipanina. Rektarin sigur, at verður nakað avdúkað, tá freistin mánadagin er farin, verður talan um burturvísing, og málið verður eisini meldað til løgregluna. Tað er als ikki vist, at reglusemið hjá Atlantsflogi batnar nakað sum helst, hóast flogvøllurin er longdur. Tí felagið hevur fingið fleiri nýggj krøv, sum gera, at fyrimunirnir við longda vøllinum kámast burtur. Tað sigur Atlantsflog í ársfrágreiðingini, sum kom herfyri. Atlantsflog skrivar, at longdi flogvøllurin átti at bøtt um atkomu og reglusemið á føroyarutuni, men tað er framvegis óvist, um væntaðu fyrimunirnir ikki verða tyntir út av nýggjum avmarkingum. Sum dømi nevnir felagið nýggj krøv, sum verða sett um hægri innflúgvingarhædd hjá nýggja Airbus 319 flogfarinum. Tað, sum verður rópt hægri operating minima. Harafturat kemur nýggja turbulens ávaringarskipanin, sum varð sett í verk í fjør, og sum Atlantsflog heldur stongir flogvøllin óneyðuga ofta, hóast líkindi eru at flúgva. Kann ikki brúkast í mjørka Og oman á alt hetta koma so avmarkingar í at brúka nýggju RNP AR skipanina, sum felagið hevur keypt til nýggja Airbus flogfarið. Hendan skipanin økir um møguleikarnar at seta seg og fara úr Vágum í ringum veðri. Skipanin verður brúkt nógva staðni kring heimin í økjum, har landslagið er ein avbjóðing. Royndirnar av skipanini hava verið góðar, tí hon hevur økt bæði um trygd og reglusemi, sigur Atlantsflog. Men skipanin kann ikki brúkast til fulnar í mjørka serliga ikki um summarið tí tornið á flogvøllinum stendur ov tætt við flogbreytina. Øll hesi viðurskiftini kunnu gera, at fyrimunirnir við nýggju flogbreytini ikki síggjast aftur fyri ymiskum avmarkingum, er niðurstøðan hjá Atlantsflogi í ársfrágreiðingini. Kitty May Ellefsen, nevndarforkvinna í Vága Floghavn, sigur, at tornið verður flutt í sambandi við, at nýggj farstøð verður bygd. Tornið fer at standa longri burturi frá vøllinum. Nýggja farstøðin skal verða liðug í 2014. Framtíðin hjá fiskivinnuni verður viðgjørd í løgtinginum í dag, tá trý uppskot hjá andstøðuni fáa fyrstu viðgerð. Tjóðveldi vil hava allar útlendskar eigarar úr fiskiflotanum, tí føroyingar skulu einsamallir hava avgerðarrættin, rættindini og vinningin í føroysku fiskivinnuni. Sambært uppskotinum skulu reiðaríini, sum útlendingar eiga í, sleppa sær av við útlendska ognarpartin í seinasta lagi 1.januar í 2018. Javnaðarflokkurin vil, at manningin á fiskiskipum, sum eru undir føroyskum flaggi, eigur at fáa hýru eftir sáttmálunum hjá føroysku manningarfeløgunum. Reiðarar, sum ikki virða hetta, eiga at fáa bót, og landsstýrismaðurin skal kunna taka fiskiloyvið frá reiðaranum. Og allir tríggir flokkarnir í andstøðuni, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn, mæla saman til at seta eina grein 25 nevnd at gera nýggja skipan fyri fiskivinnuna, sum skal koma í gildi 1.januar í 2018. Allir flokkar skulu hava fólk í tingnevndini, sum sambært uppskotinum skal koma við uppskotinum um framtíðina hjá fiskivinnuni í heyst. Tingfundurin í dag byrjar klokkan11. Norra og ES hava nú givið sær sjálvum 90 prosent av makrelinum, sum fiskifrøðingar halda er ráðiligt at fiska í ár. Sambært avtaluni millum Norra og ES fær Norra 181.085 tons og ES 396.468 tons, 577.553 tons av 642.000 tons, sum er tilmælið hjá ICES, Altjóða havrannsóknarstovninum. Sambært hesum eiga Føroyar og Ísland tilsamans 64.500 tons. Men føroyska kvotan er 148.375 tons og tann íslendska nakað tað sama, so aftur í ár fer fiskiskapurin langt upp um tað, sum fiskfrøðingar mæla til. Útróðrarmenn kunnu vænta sær serliga vitjan umborð í næstum. Heilsufrøðiliga starvsstovan fer at kanna fiskifør, sum eru undir 20 bruttoregistartons. Heilsufrøðiliga starvsstovan skal hava eftirlit við øllum bátum, sum avreiða fisk til virki, ið selja til ES. Tað mælti matvøru og djóralæknadeildin hjá ES til, tá hon var á eftirlitsvirjan í Føroyum í juni í fjør. Í fjør áttu bátar undir 20 tons góð 30 prosent av toskinum, sum varð avreiddur í Føroyum. Heilsufrøðiliga starvsstovan fer at kanna fisk, ís, arbeiðsdekk, hvussu fiskurin verður hagreiddur, last, reingerð, umklæðingarumstøður, og toilettviðurskiftini umborð. Ein tann harðasta atfinningin móti samgonguni higartil kom seint í gjárkvøldið, ikki frá andstøðuni, men úr einum samgonguflokki. Undir yvirskriftini Ein himmalrópandi arrogansa sendi Hallur av Rana, formaður í felagnum Ung fyri Miðflokkin, eitt lesarabræv til fjølmiðlarnar í gjárkvøldið. Lesarabrævið er ein lemjandi atfinning at samgonguni, sum flokkurin hjá Halli av Rana er við í. Hallur av Rana skrivar, at tað var við vantrúgv, at hann lurtaði eftir útvarpstíðindunum á middegi í gjár, tí samgongan ætlar at fella tvey frálík uppskot frá andstøðuni uttan nakra veruliga haldgóða orsøk. Talan er um uppskotini um kostnaðarendurgjaldið hjá løgtingsfólkum og prísstigið í Føroyum. Støðan hjá meirilutanum í Fíggjarnevndini í fyrra málinum vitnar um eina himmalrópandi arrogansu, har tey fólkavaldu verða virðismett nógv hægri enn skattagjaldarin. Í hesum meirilutanum er Bill Justinussen í Miðflokkinum. Í seinna málinum tykist støðan hjá meirilutanum í Vinnunevndini at vera talan um ráðarleysar politikarar, sum renna undan ábyrgd, skrivar Hallur av Rana. Hann skrivar, at sjálvandi skal ein kanning gerast fyrst, soleiðis sum Javnaðarflokkurin skjýtur upp, áðrenn til ber at gera ítøkilig politisk tiltøk fyri at fáa prísirnar í Føroyum niður. Í næstu viku kemur eitt nýtt rað við føroyskum pengaseðlum við serligum trygdareindum. Myndevnini í pengaseðlunum eru framvegis væl kend føroysk dýr og landsløg. Fleiri nýggjar trygdareindir eru í nýggju seðlunum. Eitt nú er bæði fram og baksíðumynd á seðlunum, ið bert sæst, tá seðilin verður hildin upp móti ljósi, og ein fluor glógvandi litur, sum lýsir í UV ljósi. Ríkisumboðið, sum umsitur uppgávur hjá Tjóðbankanum í Føroyum, sigur í tíðindaskrivi, at higartil hevur einki føroyskt seðlarað verið falsað, og málið er, at soleiðis skal tað framvegis vera. Gomlu pengaseðlarnir eru framvegis í gildi, men teir verða tiknir inn so hvørt. Løgtingið viðger í dag eitt uppskot frá Birni Kalsø, landsstýrismanni, um at dagføra lógina um Fróðskaparsetur Føroya. Í 2008 vórðu Fróðskaparsetrið, Sjúkrarøktarfrøðiskúlin og Læraraskúlin løgd saman við navninum Fróðskaparsetur Føroya. Við hesi lóg vórðu hægru útbúgvingarnar í Føroyum lagdar saman í ein lærdóms og granskingardepil, sum miðar eftir at tryggja samfelagnum og vinnulívinum viðkomandi útbúgvingar á hægsta altjóða stigi. Samanleggingin hevur gingið væl, men neyðugt er við tillagingum, nú lógin hevur meiri enn trý ár baki, sigur Mentamálaráðið. Sambært lógaruppskotinum fær Fróðskaparsetrið heimild at økja útbúgvingartilboðini, og neyvari reglur verða um fjarlestur, Phd heiti, kærur, samstarvsavtalur og betri lestrarumstøður fyri lesandi við niðursettum virkisførleika. Í framtíðini verða reglur um útbúgvingar ásettar í kunngerð og námsskipan í staðin fyri við lóg. Innaneftirlit skal góðskumeta Til tess at tryggja støðið í útbúgvingunum verður álagt Fróðskaparsetrinum at skipa fyri innaneftirliti, har útbúgvingarnar støðugt verða góðskumettar innanhýsis. Uttanhýsis serfrøði skal eisini meta um, hvørt Setrið lýkur altjóða krøv, sum verða sett hægri lærustovnum. Tá nýggjan lógin um Fróðskaparsetrið kemur í gildi, fara lógirnar um læraraútbúgving og útbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum úr gildi. Tó eru nøkur lesandi, sum enn útbúgva seg eftir gomlu reglunum. Læraraskúlin hevur víst á, at tað er hóskandi, at næmingarnir fáa freist til 2016 at gera seg lidnar við útbugvingina. AElig tlanin at forða útlendingum at eiga í føroyskum fiskiskipum, hevur ikki havt ta stóru ávirkanina á partabrævakursirnar hjá Bakkafrosti í dag. Hanus Hansen, reiðari í Klaksvík, óttaðist í gjár fyri, hvat kann henda, eftir at Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, í gjár óvæntað boðaði frá, at samgongan arbeiðir við, at útlendingar ikki kunnu eiga í føroyskum fiskiførum eftir 1. januar 2018 Men útsøgnin hevur ikki ávirkað keypsskálan í Oslo stórvegis. Fyrrapartin hava verið tríggir handlar við partabrøvum hjá Bakkafrosti. Tá keypsskálin læt aftur í gjár, var kursurin 37,40 norskar krónur. Í dag vórðu partabrøv í Bakkafrosti seld fyri fyri hægri prís, fyrst 38,70 og seinni 38,80 norskar krónur. Bárður Nielsen, Jákup Mikkelsen, Rodmundur Nielsen og Bill Justinussen, sum umboða samgonguna í fíggjarnevndini, mæla løgtinginum frá at samtykkja uppskotið um at lækka kostnaðarendurgjaldið. Rigmor Dam, tingkvinna, hevur lagt fram uppskot til samtyktar um at gera tillagingar í kostnaðarendurgjaldinum í lógini um samsýning og eftirløn løgtingsmanna. Hon vísir á, at lógin frá 1999 endarspeglar ikki veruligu ferðaútreiðslurnar, nú samferðslan er munandi útbygd, og tí skal kostnaðarendurgjaldið dagførast og lógin endurskoðast. Meirlutin í fíggjarnevndin hevur ikki somu áskoðan. Víst verður á, at tingmannalønin uttan kostnaðarendurgjald er 35.500 krónur um mánaðin. Harafturat kemur skattafría kostnaðarendurgjaldið, sum er dagpeningur og koyripeningur. Norðoyingar fáa mest Tað verður goldið í samsvari við frástøðuna hjá tingfólki. Tingfólk í Suðurstreymi fáa minst, 2.000 krónur um mánaðin, og norðoyingar fáa mest 5.700 krónur um mánaðin. Harumframt fáa øll tingfólk 2.000 krónur í samskiftisviðbót um mánaðin. Meirilutin heldur, at uppgávan at broyta lógina um samsýning og eftirløn løgtingsmanna liggur hjá formansskapinum, og tí er óneyðugt at heita á formansskapin um hetta. Minnilutin, Aksel Johannesen, Kristina Háfoss og Eyðgunn Samuelsen, sigur í viðmerkingum sínum, at kostnaðarendurgjaldið í flestu førum er munandi hægri enn útreiðslurnar, løgtingslimir hava at ferðast millum bústað og arbeiðspláss. Tí er kostnaðarendurgjaldið í ávísan mun eitt skattafrítt lønarískoyti. Minnilutin mælir løgtinginum til at samtykkja uppskotið. 1. Last Call Team Hegdal Vol. 2 2011 2. Colleagues in Heat Petter Wettre amp Audun Kleive The Only Way to Travel 2 2011 3. Mit hjerte alltid vanker Flaten, Kornstad, Christensen Mit hjerte altid vanker 2011 live upptøka frá Oslo Jazz Festival 2009 4. Plenty of Nothing Marius Neset amp Ole Amund Gjersvik Neset Gjersvik Duo Improvisations 2011 5. S aring er jeg blakk, desværre Espen Rud Dobbeldans 2011 6. Ha Humcrush with Sidsel Endresen Ha 2011 7. Wake Up Mari Kvien Brunvoll ikki útgivið, Live at 12 Points Festival 2010 8. Music For Leaving Stian Westerhus Pitch Black Star Spangled 2010 9. Baboon Moon Niels Petter Molvær Baboon Moon 2011 Mynd Guitaristurin Stian Westerhus Høvuðssíðan hjá Turn eacute er her Málráðið er komið í løgtingið fyri triðju ferð. Og fyrsta viðgerð er á tingfundinum í dag. Málráðið skal menna føroyska málið, vegleiða, ráðgeva og gera niðurstøður í málspurningum og áseta stavsetingina.15 fólk vera í Málráðnum. Lógin um Málráðið kemur í gildi 1.januar næsta ár. Málráðið var tvær ferðir í tinginum í fjør. Fyrru ferð datt tað burtur, tí lógarupppskotið var ikki liðugt viðgjørt, tá tingið fór í summarfrí 1.juni. Seinnu ferð, tí val varð skrivað út 27.september. Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, sigur, at Mentamálaráðið hevur tikið við í lógina øll broytingaruppskotini, sum Mentanarnevndin hjá løgtinginum kom við í fjør vár. Málráðið skal gera eina stavsetingarorðabók, sum verður løggild. Almennir myndugleikar eiga at skriva orðini soleiðis, sum tey eru stavað í stavsetingarorðabókini. Ikki so víðar heimildir Nýggja lógaruppskotið er ikki so avgjørt sum upprunaliga uppskotið. Sambært tí kundi Málráðið avgera málspurningar, nú stendur, at Málráðið ger niðurstøður í málspurningum. Men almennir myndugleikar hava skyldu til gera eftir niðurstøðunum hjá Málráðnum. Mentanarnevndin vísti á, at orðið avgerð í fyrisitingarrættinum verður nýtt í málum, har ein almennur myndugleiki tekur avgerð, sum hevur rættarfylgjur fyri fólk. So víða heimild eigur Málráðið ikki at hava. Lógaruppskotið um Málráð varð gjørt í Mentamálaráðnum eftir at eitt samt Løgting í september 2009 mælti til at skipa málráð. Málráðið kemur í staðin fyri Føroysku málnevndina, sum hevur virkað síðani 1985. Málráðið fer at kosta eina millión um árið. Játtanin hjá Málnevndini, 400.000 krónur, verður flutt og 600.000 krónur koma afturat. Heldur ikki í aðru atløgu vildi samgongan taka undir við uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum um at kanna, hvussu til ber at gera ítøkilig politisk tiltøk, sum kunnu lækka prísstigið í Føroyum. Tá uppskotið var til aðru viðgerð, skeyt formaðurin í Vinnunevndini, Alfred Olsen, upp at senda Vinnunevndini málið aftur. Tað varð einmælt samtykt. Orsøkin var tó ikki, at formaðurin og hinir nevndarlimirnir hjá samgonguni vildu geva uppskotinum ein kjans. Orsøkin var, at í fyrra álitinum var tað, sum annar minnilutin í nevndini, Janus Rein í Framsókn, helt um málið, ikki komið við í álitið. Janus Rein tekur eins og hinir andstøðulimirnir undir við uppskotinum hjá Rigmor Dam. Heldur ikki í áliti nummar tvey tekur meirilutin í nevndini, samgongulimirnir, undir við uppskotinum. 10 prosent hægri Meirilutin sigur seg hava fingið at vita, at kostnaðarstigið í Føroyum er meira enn 10 prosent hægri enn í Danmark, har sum kostnaðarstigið heldur ikki er millum tey lægstu. Men batar eru á veg í Føroyum, sigur meirilutin í Vinnunevndini. Broytingar skulu gerast í kappingarlógini og fjarskiftislógini. Og arbeitt verður við nýggjum orkukeldum og betri fígging til sethúsabygging. Sambært vinnuni ber illa til at lækka prísirnar, tí sømdirnar eru so vánaligar. Rentan á lánum er ov høg, oljan ov dýr og tað kostar nógv at fáa vørurnar til Føroya. Harafturat eru so avgjøld og meirvirðisgjald. Samanumtikið hevur vinnan lítið avlop, fekk Vinnunevndin at vita. Meirilutin í Vinnunevndini heldur, at enn ein kanning fer ikki at lækka kostnaðarstigið í Føroyum. Í staðin fyri skulu landsstýrið og vinnan í felag gera broytingar, sum fáa prísirnar niður. Sunnudagin fer Uni Næs, dómpróstur, at skipa Kirsten Donskov Felter í embætið sum sóknarprestur í Norðoya eystara prestagjaldi. Kirsten Donskov Felter skal røkja kallið eystan Múla frá 15. mars til 31. juli. Kirsten Donskov Felter kemur úr Vesterbølle í Himmerlandi, har maður hennara eisini er prestur. Í nøkur ár hevur hon verið knýtt ar lærda háskúlanum í Keypmannahavn sum granskari í praktiskari gudfrøði. Kirsten Donskov Felter hevur millum annað eisini verið prestur í Aars í Himmerlandi og í Viborg dómkirkju. Útlendingar skulu ikki longur sleppa at eiga í føroyskum fiskiskipum og veiðuloyvum. Tað tykist semja vera um í samgonguni, og eitt lógaruppskot kemur væntandi í heyst. Sum er kunnu útlendingar eiga ein triðing í føroyskum fiskiskipum. Men bara til 2018, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður. Hann vísir á, at í lógini um vinnuligan fiskiskap stendur, at útlendingar kunnu eiga ein triðing í føroyskum fiskiskipum og veiðiloyvum. Hetta verður sett niður í null, so eingin útlendingur sleppur at eiga í føroyskari fiskivinnuni í framtíðini. Teir, sum framvegis eru uppi í vinnuni, hava næstu seks árini til at rigga av, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum. Meira verður at frætta í útvarpstíðindunum. Mentanagrunnurin skal eisini veita stuðul til filmslist. Tað heldur Tjóðveldi, sum hevur skotið upp at broyta lógina um Mentanargrunn Landsins, og at hækka játtanina til grunnin. Víst verður á, at filmslist hevur av álvara tikið seg upp sum vaksandi listagrein í Føroyum, og nýliga eru tvey av okkara ungu filmslistafólkum heiðrað við peningagávum. Tjóðveldi heldur, at her er ein listagrein, sum hevur góðar møguleikar at røkka út í heim, og gerast ein týdningarmikil táttur í mentanarlívinum. Tað er torført hjá filmslistini at fáa stuðul úr Mentanargrunninum, og Tjóðveldi skjytur tí upp at hækka játtanina til grunnin við hálvari millión krónum, soleiðis at tað betur fer at bera til at stuðla føroyskari filmslist. Mett verður, at 500.000 krónur úr Mentanargrunninum geva atgongd til stuðul úr øðrum útlendskum grunnum, tí sum er er atgongdin til útlendskar filmsgrunnar ógjørlig. Heimligur stuðul er ein fortreyt fyri at stimbra føroyska filmslist, sigur Tjóðveldi. Javnaðarflokkurin hevur skotið upp, at løgtingið skal heita á landsstýrismannin í vinnumálum at leggja fram lógaruppskot um arbeiðsmarknaðardepil. Arbeiðsmarknaðardepilin skal samskipa verandi og nýggjar skipanir á arbeiðsmarknaðarøkinum, til dømis ALS, Barsisskipanina, Fasta Gerðarrætt, Samhaldsfasta o.s.fr. Hetta eigur at verða gjørt í samstarvi við partarnar á arbeiðsmarknaðinum, sigur Javnaðarflokkurin. Víst verður á, at í grannalondunum og øðrum framkomnum londum er ein virkin arbeiðsmarknaðarpolitikkur eitt høvuðsamboð at tryggja vælferðina, fíggjarliga støðufestið og arbeiðsskapandi vøkstur. Depilin skal taka stig til ítøkilig tiltøk á arbeiðsmarknaðinum og útgreina kostnað og fígging av eitt nú eftirúbúgvingarskipanum. Javnaðarflokkurin sigur, at tað er átrokandi at gera eina útbúgvingarskipan fyri ófaklærd ella tilkomin, sum ikki hava aðra skúlagongd enn fólkaskúlan, tí tað er altíð hesin bólkurn, sum verður meinast raktur av arbeiðsloysi, og hevur verri við at fóta sær á arbeiðsmarknaðinum í framtíðini. Skulu norðoyingar og vágafólk halda fram við at rinda tunnilsgjald, tá Norðoyatunnilin og Vágatunnilin eru útgoldnir, fyri at fíggja ein Sandoyartunnil Borgarstjórarnir í Vágum og Norðuroyggjum hava sent løgtinginum skriv, har teir krevja at bummgjaldið steðgar, tá tunlarnir eru útgoldnir. Hetta fekk borgarstjórarnar í Sandoynni at senda eitt svarskriv, har teir krevja samhaldsfesti, og eisini vilja hava norðoyingar og vágafólk at rinda, til tess at menna samferðslukervið í framtiðini. Kjak millum Gerhard Lognberg, borgarstjóra í Skopun, og Albert Ellefsen, borgarstjóra í Vága kommunu, í Degi og Viku í kvøld. Beinta Løwe Jacobsen er vertur. Nú meira enn eitt ár er farið, síðani Faroe Origin keypti flakavirkið í Vestmanna, er virkið framvegis afturlatið. Anfinn Olsen, stjóri í Faroe Origin, sigur, at ov lítil fiskur er til at hava virkið opið. Tá nýggja samtakið hjá Varðanum, Framherja, Bacalao og íslendska felagnum Samherja keypti stóran part av ognunum hjá Faroe Seafood og Faroe Fish I, fekk samtakið bara trý trolarapør og ikki fýra, sum ætlanin var. Faroe Origin hevur ikki nóg mikið av fiski til virkið í Vestmanna. Roynt verður at selja virkið, men eingin sáttmáli er undirskrivaður um tað, sigur Anfinn Olsen. Fyrispurningar eru, bæði í Føroyum og uttanlands. Men enn hevur Faroe Origin ikki fingið tann prísin, sum felagið kann góðtaka, fyri flakavirkið í Vestmanna. Hatta var so tað. Mælt er í luftini, fyrsta sendingin er send og nú kunnu vit byrja at smíða ta næstu. Týsdagur er og vit eru øll farin at hyggja fram ímóti næstu sending, samstundis, sum vit mjólka tær seinastu viðmerkingarnar, meiningarnar, rósurnar og burturvendu eygnabráini á teimum, sum tiga tá tey einki gott hava at siga. Eg havi fingið nógvar viðmerkingar frá teimum, sum hava hugt. Nógv eru samd um at tað var ein góð sending. Summi halda at tað var ein ordiliga góð sending og so eru tey eisini, sum halda at sendingin var minni góð. Matinnslagið hevur fingið nógv høggini, men eisini verturin. For hampuligur, rotin, stirvin. Vit hava fingið at vita at tað var kul, tjekkað, áhugavert, stuttligt og onkur segði at sendingin var nógv tann besta føroyska live sendingin viðkomandi hevði sæð. Manglar tempo sigur onkur spita upp siga nøkur og so er tað onkur sum hevur krympað tær. Men eitt er vist og tað er at nógv hava hugt at sendingini. Vit reypaðu óført fyri sendingini áðrenn, kanska ov nógv, men úrslitið var at fólk høvdu varnast at har kom ein nýggj sending. Og nógv av teimum sum hava hugt, hava sagt mær at tey tímdu væl at hyggja. Um vit skera tað inn til bein, so er tað tað tað snýr seg um. At fáa fólk at hyggja og at tíma at hyggja. Og nú er tað at vit koma inn til tað sum tað snýr seg um. Hvat tímir man at hyggja at. Til næstu sending fara vit at arbeiða hart fyri at gera tað enn betur. Arbeiðið hjá vertinum skal trimmast, eygnabráið tjekkast og smílið breiðkast. Kanska. Tað vita vit ikki enn, tí vit síggja tað best í studio og vit fara at kanna nærri, hvussu vit gera tað enn betur. Men sjálv sendingin verður ikki grundleggjandi øðrvísi. Grundhugsjónin er at bjóða hyggjaranum inn til eina áhugaverda løtu við spennandi gestum, tónleiki og hugvekjandi innsløgum. Tí tað tíma vit at hyggja at og vit vóna at tey eru fleiri við okkum. Fríggjakvøldið Arbeiðsgevarar hava ikki rætt til at leggja seg út í, um starvsfólk eru limir ella ikki limir í einum fakfelag sama hvat stendur í einum møguligum sáttmála á økinum. Hetta staðfestir Føroya Arbeiðsgevarafelag, eftir at útvarpið hjá Kringvarpinum hevur greitt frá, at tað framvegis eru sáttmálar galdandi á føroyska arbeiðsmarknaðinum, sum mugu metast at vera úrvalsásetingar ella ekslusivitetsavtalur. Um vikuskiftið greiddi útvarpið frá, at tveir sáttmálar framvegis eru galdandi, har tað er ásett, at bert limir í ávísum arbeiðarafeløgum kunnu taka ávíst arbeiði. Annar av hesum sáttmálum er frá 2007 árið eftir, at Føroya Arbeiðsgevarafelag gjørdi limir sínum varugar við, at úrvalsásetingar ikki longur eru galdandi. Í viðmerking sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag, at evropeiski mannarættindasáttmálin er settur í gildi sum lóg í Føroyum, og tað ber ikki til í sáttmála at avtala seg burtur úr lógarásetingunum. At ein úrvalsáseting í einum sersáttmála av misgáum liggur eftir, broytir ikki hetta. Rættarpraksis hjá Mannarættindadómstólinum staðfestir, at tað almenna hevur skyldu til at ansa eftir, at tað ikki finnast úrvalsásetingar á arbeiðsmarknaðinum. Tá Danmark varð dømt fyri brot á hesar ásetingar, kom ein lóg, sum beinleiðis setti forboð móti ekslusivitetssáttmálum á arbeiðsmarknaðinum. Ongin slík lóg um felagsfrælsi er galdandi í Føroyum. Ovasta løgfrøðin í Tinganesi mælti longu í áttatiárunum til at samtykkja eina lóg um felagsfrælsi, tí varð tað ikki gjørt, kundi tað vera brot á mannarættindasáttmálan. Eitt uppskot varð sett fram tá, men lógin varð ongantíð samtykt. Løgtingið skal í dag endaliga samtykkja at játta fleiri pengar til nýggja landsvegin í Leirvík, so hann kann gerast liðugur. Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, biður løgtingið um fýra milliónir krónur afturat, soleiðis at samlaði kostnaðurin fyri vegin kemur uppá 49 milliónir krónur. Harafturat koma tríggjar milliónir krónur til projektering. Orsøkin til meirkostnaðin er, sambært innlendismálaráðnum, hægri lendisprísur í samband við ognartøku, øktar handverkaraútreiðslur og eyka projektering. Tí skal verklagslógin broytast, so heimild at at brúka 49 milliónir, heldur enn 45 milliónir til vegin. Ein samd Fíggjarnevnd tekur undir við at játta fýra milliónir krónur afturat til vegin í Leirvík, men heldur samstundis, at tær tríggjar milliónirnar til projektering skulu takast við í sjáva verklagslógina, fyri á tann hátt at vísa eina rættari mynd av veruliga kostnaðinum. 3. viðgerð av málinum verður á tingfundinum, ið byrjar klokkan 11. Starvið sum aðalstjóri í Vinnumálaráðnum verður í næstum lýst leyst at søkja. Sambært Marjuni Hanusardóttir, løgmansstjóra, verður aðalstjórastarvið lýst leyst so skjótt sum tilber. Fríggjadagin loysti løgmaður Arna Poulsen úr starvi sum aðalstjóri, eftir at hann var partur av einum máli um rúsdrekkakoyring, og harvið breyt ásetingarnar í tænastumannalógini. Arne Poulsen heldur fram í øðrum starvi í Vinnumálaráðnum. Hann fer niður í løn, úr 39. lønarflokki við aðalstjóraviðbót niður í 36. lønarflokk, uttan viðbót. Pensjónsviðurskifti hansara vera tó óbroytt, upplýsir Marjun Hanusardóttir. Gunnleyg Árnafjall røkir fyribils starvið sum aðalstjóri í Vinnumálaráðnum, til starvið er lýst leyst og nýggjur stjóri settur. Minni enn helvtin av amerikansku veljarunum tekur undir við Barack Obama, forseta, og var val nú, hevði republikanarin, Mitt Romney, vunnið. Tað vísir ein veljarakanning, sum Washington Post og ABC News hava latið gera, sambært AFP og Ritzau. 46 prosent av teimum spurdu svara, at Obama roynist væl í Hvítu húsunum í Washington, men 50 prosent halda, at eingin dugur er í honum sum forseti. Enn kappast fleiri um at gera republikanskt forsetavalevni, men verður Mitt Romney avbjóðarin, fær hann undirtøku frá 49 prosentum av veljarunum. 47 prosent vilja hava Obama at halda fram í forsetaembætinum, vísir veljarakanningin. Forsetavalið í USA verður í november. Á Tórsportalinum verður Kitty May Ellefsen, nevndarforkvinna í Vága Floghavn, endurgivin fyri at siga, at Norwegian fer at royndarflúgva í næsta mánaði. Kitty May Ellefsen sigur við kringvarp.fo, at enn er einki ítøkiligt um flúgvingina. Tað, sum eg havi sagt, er, at vit hava havt fund við Norwegian, sum heldur, at Føroyar eru áhugaverdar, sæð úr ein marknaðarligum sjónarhorni. Men felagið hevur gjørt greitt, at ongar royndarflúgvingar verða, fyrr enn dynamittið á flogvøllinum er ruddað burtur, og nýggju innflúgvingartólini eru sett upp. Kunningardeildin hjá norska flogfelagnum sigur í einum telduposti til kringvarp. fo seinnapartin, at í løtuni eru ongar ætlanir um at flúgva til Føroya. Norska lágprísfelagið er anars eitt av fleiri flogfeløgum, sum hava víst áhuga at flúgva upp á Føroyar, nú flogbreytin í Vágum er longd. Á fundi við umboð fyri Vága Floghavn hava samráðingarfólkini hjá Norwegian sagt, at norska felagið hevur áhuga at flúgva millum Vágar og Keypmannahavn alt árið. Fólkatalið minkar støðugt. 1. januar í ár vóru vit 145 fólk færri enn á nýggjárinum í fjør Í fjør var burðaravlopið 212, men tá tað vórðu 357 fleiri, sum fluttu úr Føroyum enn til Føroya, minkar fólkatalið. 1. januar vóru 48.372 fólk skrásett at búgva í Føroyum. Í 2011 vórðu 575 børn fødd, og so lágt hevur burðartalið ikki verið síðani fyri seinna heimsbardaga, skrivar Hagstovan á netinum. 2011 var triðja árið á rað, at fólkatalið minkaði. Hagstovan vísir á, at seinastu trý árini eru fleiri enn 1.000 fólk flutt av landinum. Í 2009 minkaði fólkatalið við 115 fólkum, í 2010 við 24 fólkum og í fjør við 145 fólkum. Hagstovan hevur ikki góðar vónir um, at gongdin í fólkatalinum broytist, kemur vend ikki í. Tí við færri nýføðingum og vaksandi fráflyting, fækkast kvinnurnar í burðardyggum aldri eisini. Og tí er eingin beinleiðis ábending um, at fleiri børn verða fødd næstu árini, skrivar Hagstovan á netinum. Aldursbólkurin, sum hevur størsta føðitíttleikan, eru tær 25 til 29 ára gomlu kvinnurnar. Men hesin aldursbólkur er fækkaður, úr 1559 í 2002 og heilt niður á 993 í 2012 afturgongdin er 36 prosent eftir 10 árum. Og aldursbólkurin beint undir hesum tær 20 til 24 ára gomlu er eisini fækkaður við 33 prosentum hetta tíðarskeiðið. Størsta minkingin í fólkatalinum í fjør var í Tórshavnar, Nes, Runavíkar, Sands, Tvøroyrar og Sørvágs kommunum. Lutfalsliga var minkingin størst í Kunoyar, Húsa og Sands kommunum. Hinvegin vaks fólkatalið í Klaksvíkar, Vága, Vestmanna og Sunda kommunum. Føroysk fakfeløg og arbeiðsgevarar bróta evropeiska mannarættindasáttmálan, tí úrvalssemjur, eksklusivsáttmálar, eru á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Sambært evropeiska mannarættindasáttmálanum hava myndugleikarnir skyldu til at ansa eftir, at slíkir sáttmálar ikki eru. Føroyar hava heldur onga lóg um felagsfrælsi, sum forðar fyri, at arbeiðsmøguleikar hjá løntakarum eru tengdir at limaskapi í ávísum fakfelagi. Sambært bæði ILO konvensjónum og evropeiska mannarættindasáttmálanum, sum eru bindandi fyri Føroyar, hava fólk ikki bara rætt at skipa seg í felag. Tey hava eisini rætt at standa uttan fyri fakfeløgini. Reisir onkur málið um eksklusivsáttmálarnar, kann vandi vera fyri, at Danmark vegna Føroyar kann vera ákært fyri ikki at hava hildið sína eftirlitsskyldu við mannarættindasáttmálanum. Ovasta løgfrøðiliga ráðgevingin í landsstýrinum var longu í 80 unum greið yvir, at neyðugt var at binda um heilan fingur við at gera eina lóg um felagsfrælsi í Føroyum. Í tilmæli til landsstýrið, sum Útvarpið hevur sæð, verður mett, at tað er brot á mannarættindasáttmálan, sum Føroyar hava bundið seg til, um løgtingið ikki samtykkir eina lóg um felagsfrælsi. Ein roynd at fáa eina slíka lóg varð gjørd í 80 unum. Uppskot varð lagt fyri tingið, men lógin bleiv tó av ongum. Skalt tú flúgva við Atlantic Airways til íslands, kann vera, at tú fært ein nógv bíligari ferðaseðil. um tú keypir hann í Íslandi enn frá Atlantsflogi. Orsøkin er ein gomul avtala, sum loyvir bæði Atlantsflogi og Air Iceland at áseta sína egna prís, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi, sum ætlar at broyta avtalun. Góð útlit eru fyri, at giktalæknin á Landssjúkrahúsinum tekur uppsøgn sína aftur. Tað sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, í svari til Bjørt Samuelsen, løgtingskvinnu. Karsten Hansen váttar, at Landssjúkrahúsið hevur fingið uppsøgn frá giktalæknanum, men uppsøgnin er ikki endaliga staðfest enn. Í løtuni er samskifti millum sjúkrahúsleiðsluna og serlæknan um umstøðurnar á sjúkrahúsinum. Fyrst í desember í fjør segði Pero Sore, sum er einasti serlækni í giktsjúkum í Føroyum, við Útvarpið, at tað er ógjørligt at veita giktsjúklingunum trygd fyri munagóðari viðgerð sum støðan er. Pero Sore segði, at Heilsuverkið og ikki minst Heilsutrygd arbeiða ímóti sær. Í buktini liggur millum annað ein gamal sáttmáli millum Serlæknafelagið og sjúkrakassarnar frá 1982. So nógv fólk eru á bíðilista, at Pero Sore vildi sleppa at hava sjúklingaviðtalu eisini uttan fyri arbeiðstíðina á sjúkrahúsinum. Tað er heilt vanligt, at serlæknar gera tað. Hann fór undir hetta privata virksemi í fjør summar, men góðkenningin frá Heilsutrygd kom ikki. Karsten Hansen sigur, at nýggjur sáttmáli um privat virksemi hjá serlæknum skal gerast í staðin fyri sáttmálan frá 1982. Men skjótast gjørligt verður gjørd ein fyribils semja sum ískoyti til gamla sáttmálan. Eydnast ikki at fáa semju við giktalæknan, so hann heldur fram, koma konsulentar í staðin fyri, samstundis sum arbeitt verður við at fáa sett annan giktalækna, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður. Amagerbankin kostar BankNordik nógv. BankNordik hevði 44 milliónir krónur í halli eftir skatt í seinasta ársfjórðingi í 2011. Tað sigur íslendska greiningarfyritøkan IFS. BankNordik kunnger roknskapin fyri 2011 um eina góða viku, tann 20.mars. IFS metir longu nú, at inntøkan hjá BankNordik í fjórða ársfjórðingi varð 190 milliónir krónur, men útreiðslurnar eru 12 milliónir størri enn inntøkan. IFS metir, at úrslitið hjá BankNordik alt árið í 2011 er bara 4,5 milliónir krónur eftir skatt. Tað er framvegis Amagerbankin, sum ávirkar úrslitið hjá BankNordik, sigur IFS. Greiningarfyritøkan vísir á, at danski búskapurin fer ikki at veksa nakað serligt í 2012. Arbeiðsloysið í Danmark er stórt, og donsk húsarhald royna at rinda skuldina niður og annars spara so nógv, tey kunnu, tí búskaparútlitini eru so óviss. Eisini vísir IFS á, at donsk húsarhald hava hægstu skuld sammett við inntøku í OECD. Samstundis fellur prísurin á húsum framvegis. Tí væntar IFS, at virkisøkið hjá BankNordik í Danmark framhaldandi er avmarkað. Lív lovar nú viðskiftafólkum sínum fleiri pengar, tí felagið fer at leggja um til marknaðarrentu í staðin fyri at brúka miðalrentuna. Fíggjarkreppan, sum byrjaði í 2008, og herd krøv frá ES til tryggingarfeløg og pensjónsfeløg, hava gjørt, at øll pensjónsfeløgini í Danmark hava lagt um til marknaðarrentu, og nú ger Lív tað sama. Lív lovar, at viðskiftafólkini fáa meira burturúr, millum annað tí umsitingin fer at kosta minni. Veitingartrygdin noyddi eisini Lív at seta pengarnar í lánsbrøv, sum geva eina sera lága rentu, og Lív noyddist at keypa dýrar rentutryggingar. Sambært Lív kann marknaðarrenta geva fimm prosent í avkasti til tryggingartakaran, men miðalrentan gevur bara hálvt triðja prosent. Laksur 4 fólk Tilfar 500 g av feskum laksi 1 reyðleyk frac12 dl av olju 1 súpisk. av sitrónsevju sitrónpipar dildsalt 100 g av rækjum Arbeiðsháttur Sker fiskin í hóskandi pettir og leykin í flísar Legg fiskin og leykin á aluminiumspappír Rør oljuna og sitrónsevjuna saman, og pensla fløkini Krydda við sitrónpipari, salti og dild Legg nakrar rækjur oman á fiskin og pakka inn Hita ovnin til 175 stig og set pakkarnar inn í ovnin í uml. 20 min. Kryddaðar bønir Tilfar 500 g av grønum bønum frac12 reyðleyk Kryddlaki 2 tesk av sitrónsevju 3 súpisk. av olju 1 súpisk. av vatni 1 tsk. av pipari 1 tsk. av salti 2 tsk. av estragonmøguligasesamfræ Arbeiðsháttur Dampa bønurnar í lættsaltaðum vatni í uml. 2 min. Sker reyðleykin smátt Blanda alt tilfarið til lakan saman og stoyt oman yvirleykin og tær heitu bønurnar Set bønurnar í kuldaskáp, til borðreitt verður Stroy sesamfræini omanyvir Stokt eplir Tilfar uml.1 kg av smáum eplum 2 súpisk. av olju groft salt Arbeiðsháttur Vaska eplini væl Koyr eplini og oljuna í ein posa og rist væl, so oljan verður væl spjadd Koyr eplini í eina bakarovnsskuffu, klædda við bakipappíri, og krydda við salti og rosmarin ella øðrum kryddevnum eftir egnum tykki Hita ovnin 200 stig og baka mitt í ovninum í 45 60 min. Løgmaður hevur í samráð við Arna Poulsen gjørt av, at hann fer frá sum aðalstjóri í Vinnumálaráðnum. Avgerðin er avleiðing av, at Arne Poulsen tann 18. februar var partur í einum máli, ið verður mett sum brot á sonevnda decorumkravið eftir sect 9 í løgtingslógini um tænastumenn landsins. Løgmaður hevur samstundis gjørt av at seta Gunnleyg Árnafjall í fyribils starv sum aðalstjóri frá í dag at rokna. Gunnleyg Árnafjall starvast frammanundan í Vinnumálaráðnum. Útgjaldið úr ALS fer nú at lækka úr 80 prosentum niður í 75 prosent, og útgjaldið kann í mesta lagi verða 17.500 krónur um mánaðin. Eisini skulu ganga 10 dagar, til arbeiðsloysisstuðul verður goldin út. Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur lagt fram uppskot um broytingar í lógini um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing. Orsøkin er, at stýrið fyri Arbeiðsloysisskipanina heldur tað vera neyðugt við tiltøkum, tí arbeiðsloysið er framvegis stórt, og nógvur peningur rennur úr ALS. Hallið hjá ALS í fjør verður væntandi 180 milliónir krónur. Árið fyri var tað 112 milliónir krónur Eginognin minkar Í 2009 var eginognin oman fyri 700 milliónir krónur, men við tveimum árum við stórum halli, fer eginognin at koma niður ímóti 420 milliónum krónum. Heldur gongdin fram, og einki verður gjørt, verður eginognin hjá ALS burtur um stívliga tvey ár. Inngjaldið til ALS er hækkað upp í 1,25 prosent, og við lógarbroytingunum, sum eru lagdar fyri tingið, batnar úrslitið hjá ALS væntandi einar 70 80 milliónir krónur. Eftir at broytingarnar eru framdar, verður mett, at hallið hjá ALS verður 100 120 milliónir krónur um árið. Við lógarbroytingunum og óbroyttum arbeiðsloysi, heldur skipanin í umleið fýra ár, áðrenn eginognin er burtur. Tí er neyðugt at fylgja væl við gongdini og gera møguligar broytingar aftur seinni, sigur Vinnumálaráðið í viðmerkingunum til uppskotið. Í dag eru skrásett 1720 arbeiðsleys í ALS, 866 menn og 854 kvinnur. Forsíðan Høvuðsbroytingin á forsíðuni er, at nú sært tú bæði í myndini og tekstinum um talan er um útvarpstilfar, sjónvarpstilfar ella um talan er um eina skrivaða grein við quot bert quot teksti. Í høgra bredda sært tú nú, hvørjar tær nýggjastu og mest lisnu greinarnar á kringvarp.fo eru. Harumframt sært tú eisini, hvørjar søgur eru mest deildar á sosiala miðlinum Facebook. Niðast á síðuni er eitt nýtt yvirlit gjørt, so tað vónandi verður lættari hjá tær, at finna júst tilfarið, tú leitar eftir. Greinir Sniðið á øllum greinunum á síðuni er gjørt meira tíðarhóskandi. Grafiski samleikin er dagførdur, broytt er uppá tekstuppsetingina og eisini her er tilskilað, hvørt talan er um útvarpstilfar, sjónvarpstilfar ella um eina skrivaða grein. Avspælarin Tann lítli avspælarin í ovasta høgra horni hevur fingið eina tekniska gjøgnumgongd. Endamálið er at geva tær ein enn meira støðugan avspælara til beinleiðis sjónvarp og útvarp. Nú ber í størri mun til hjá fólki við fartelefonum og sonevndum teldlum til dømis iPad at fáa gleði av beinleiðis tilfarinum. At norskir myndugleikar ikki vilja samráðast við føroyingar um sínámillum fiskirættindi er maktarrogansa. Tað skrivar norska blaðið Fiskeribladet Fiskaren í oddagrein í dag. Noreg vil ikki gera sáttmála um millum annað toskafiskiskapin í Barentshavinum, tí føroyingar enn einaferð hava ásett sær egna makrelkvotu. Fiskeribladet Fiskaren undrast á hesa støðu, tí Noreg arbeiðir vanliga fyri altjóða avtalum til frama fyri smá lond. Slíkur atburður er tí einki annað enn maktarrogansa, skrivar blaðið í oddagreinini. Víst verður á, at Noreg og Føroyar gjørdu fyrstu avtaluna um sínámillum fiskirrættindi í 1979, og tað vóru Jens Evensen, norskur ráðharri, og Atli P. Dam, løgmaður blaðið sigur báðar vera legendur sum gjørdu avtaluna. Er ikki uppsøgd Hon er í gildi seks ár í senn, verður hon ikki søgd upp at fara úr gildi 12 mánaðir frammanundan. Hesum tók Stórtingið eisini undir við, tá tað góðkendi avtaluna í 1980, og Fiskeribladet Fiskaren veit einki um, at Noreg hevur sagt avtaluna upp. Tí hevur Noreg skyldu til at samráðast við føroyingar um sínámillum fiskirættindi, skrivar blaðið Eitt er ikki at semjast við samráðingarborðið. Annað er als ikki bjóða til samráðingar. Tað veldst um, hvat spyrst burtur úr samráðingunum. Tað kann hugsast, at semja verður um onnur fiskasløg enn makrelin, skrivar Fiskeribladet Fiskeren. Gera mun á Blaðið vísir eisini á, at munur er gjørdur á Føroyum og øðrum londum. Avtalan við íslendingar um fiskiskap í Barentshavinum, sum varð gjørd í 1988, til tess at steðga fiskiskapinum í Smoguni, varð endurnýggjað í 2010 fyri fýra ár sama ár, sum Noreg setti føroyingum og íslendingum forboð fyri at landa makrel í norskum havnum. Fiskeribladet Fiskaren heldur, at tað ræður um at vísa einari grannaatjóð ta virðing, hon hevur uppiborið, eftir túsund ára gamlan felagsskap í Norðurhøvum. Norskir myndugleikar eiga tí at bjóða føroyingum til samráðingar. Tað klæðir Noregi illa at bera seg at sum eitt arrogant stórveldi, stendur í oddagreinini. Barnaverndin skal kunna vera um fólk, til tey fylla 23 ár. Tað er ein av nógvum broytingum í barnaverndarlógini, sum er endurskoðað, eftir at hon hevur virkað í seks ár. Galdandi lóg hevur aldursmarkið 18 ár, men í serligum førum kann Barnaverndin hjálpa fólki, til tey fylla 21 ár. Síðani taka aðrir myndugleikar við. Men fyri at tryggja børnunum tryggar karmar og stuðul í skiftinum til eina vaksnamannatilveru, mælir Almannamálaráðið til, at lógin skal fevna um fólk, til tey eru vorðin 23. Ætlanin er at lata hvørja barnavernd fáa dupult so nógv at fólk at varða av. Galdandi lóg sigur, at fyri hvørja barnaverndarnevnd skulu vera minst 1500 fólk. Hetta skal upp í 3000 fólk, har sum tað ber til. Broytingin hevur við sær, at í minsta lagi tríggjar færri barnaverndarnevndir vera. Fráboðanarskyldan hjá fakfólki og øðrum at boða frá illgruna um børn, sum hava brúk fyri hjálp, skal herðast, og greiðari reglur eru um familjuviðgerð, so eingin ivi er um, nær landið setur á stovn og rekur samdøgursstovnar til familjuviðgerð. Nógvu broytingarnar í barnaverndarlógini hava til hoyringar. Millum annað vísir Prestafelagið á, at kallið sum prestur er sermerkt. Tí eigur lógin um barnavernd at taka atlit til, at kallið inniber skerpaða tagnarskyldu. Hesum tekur Almannamálaráðið tó ikki undir við. Løgtingið hevur í dag endaliga játtað 15 milliónir krónur til at umvæla og umbyggja Klaksvíkar sjúkrahús. Tá málið var til triðju viðgerð fyrrapartin, atkvøddu 29 tingfólk fyri uppskotinum. Játtanin verður latin í trý fíggjarár. Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, vísir á, at umstøðurnar á Klaksvíkar sjúkrahúsi eru vánaligar á fleiri økjum, og tí má okkurt gerast beinan vegin. Tað mesta av virkseminum á sjúkrahúsinum fer fram í hølum, sum eru frá 1928 og frá 1959 og 1960. Umstøðurnar eru vánaligar, trongligar og ótíðarhóskandi. Tí er tað í tøkum tíma, at peningur verður settur av til at fáa hølisviðurskiftini á Klaksvíkar sjúkrahúsi nútímansgjørd, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður. Dávur Winther, mentanarleiðari hjá Klaksvíkar kommunu, er valdur til formann fyri norðurlendska stovnin í Álandi Tað skrivar heimasíðan hjá Klaksvíkar kommunu í dag. Norðurlandaráðið hevur, eftir tilmæli frá Mentamálaráðnum, valt Dáva Winther í stýrið fyri stovnin, og á stýrisfundinum í Mariehamn í gjár varð Dávur Winther valdur til formann. Stýrið situr í tvey ár. Føroyingar eru ikki ókendir í leiðsluhøpi á norðurlendska stovninum í Álandi. Eitt skifti var Mikkjal Helmsdal, rektari á Føroya Studentaskúla og HF skeiði, stjóri á stovninum. Norðurlendski stovnurin Álandi hevur 25 ár á baki. Myndin er av stýrinum fyri norðurlendska stovnin í Álandi. Frá vinstru Erla Huld Hadaoui, Ísland NMR Dávur Winther, Føroyar, Lars Brunstad, Noregi Aring sa Juslin, Aring land direkt ouml r, Henry Lindstr ouml m, Aring land, Thórunn Erlu Vadlimarsdóttir, Ísland, Johanna Lindstedt, Finland, Anneg aring rden, Helsingfors stad kulturavdelning Enn er ikki klárt at býta makrelin í ár, men tað er greitt, at 15.000 tons fleiri verða til føroyingar í ár enn í fjør. Russland hevur fingið 13.000 tons av makreli frá føroyingum í ár. Tí eru 135.375 tons eftir av kvotuni fyri 2012 at býta millum føroysku umsøkjararnar í ár. Og teir eru nógvir. Fiskimálaráðið hevur fingið góðar 200 umsóknir um at sleppa at fiska makrel í ár. Meiri verður hjá landsstýrismanninum at býta í ár enn í fjør. 3.000 tons eru eftir frá í fjør, so 138.375 tons eru at býta í ár, 15.000 tons meira enn í fjør. Men býtið er ikki á gáttini. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sigur, at fundur var í makrelbólkinum, sum løgmaður setti, í gjár, har allir spurningar um makrelin vóru vendir, so sum tilfeingisgjald, útlendingar og ognarviðurskifti. Men eingin avgerð er tikin enn, sigur Jacob Vestergaard. Makrelbólkurin skal hava fund aftur næsta hósdag. Í politiska makrelbólkinum eru Kaj Leo Holm Johannesen og Bárður Nielsen fyri Sambandsflokkin, Jacob Vestergaard og Jørgen Niclasen fyri Fólkaflokkin, Jenis av Rana fyri Miðflokkin og Kári P. Højgaard fyri Sjálvstýrisflokkin. Óvist er, hvussu verður við vindmylluni í Neshaga, sum fór í ódnarveðrinum mikunáttina. Tí hetta slagið av vindmyllum verður ikki gjørt longur. Tann sunnasta vindmyllan í Neshaga brotnaði av um tvøran mikunáttina, og fór i knús. Umframt veingir, rør og annað hevur eisini alt, sum er inni í mylluni, fingið skaða. Fyri góðum tveimum mánaðum síðani fekk tann norðasta myllan eisini stóran skaða í ódnarveðrri. SEV hevur í løtuni bert tvær vindmyllur eftir í Neshaga eina Vestas myllu og ta elstu, sum varð sett upp í nítiárunum. Hon stendur nakað norðan fyri tær tríggjar Vestas myllurnar. Tí noyðist elfelagið at gera meiri streym á Sundsverkinum, og tað hevur við sær størri oljuútreiðslur, sigur Hákun Djurhuus, stjóri, við Dag og Viku. Fólk frá Vestas eru á veg til Føroya at kanna, hví vindmyllan brotnaði mikunáttina, og í løtuni løtuni er óvist, hvussu verður við henni, tí hetta slagið av vindmyllum verður ikki gjørt longur. Tær tríggjar Vestas myllurnar vórðu settar upp í 2005. Málið móti einum 38 ára gomlum føroyingi, sum er varðhaldsfonglsaður í Hollandi í einum máli um pedofili, varð fyri í rættinum í Amsterdam mikudagin. Rætturin gjørdi av, at maðurin skal sita í varðhaldi í tveir mánaðir aftrat. Hann varð handtikin í Hollandi fyri einum ári síðani, og hevur sitið varðhaldsfongslaður síðani 8. mars i fjør. Maðurin er skuldsettur fyri at hava rindað eini kvinnu í Filipsoyggjum pening, aftur fyri at noyða tvey børn undir skúlaaldur til at spæla við hvønn annan kynsliga framman fyri einum upptølutoli. Hann er eisini skuldsettur fyri í 2010 saman við øðrum at hava havt samlegu við eina gentu, fødd í 2009, og fyri at selja barnapornografiskt tilfar. Revsirættarligu kanningarnar eru nú lidnar. Málið kemur eftir ætlan fyri í rættinum í Amsterdam í juni mánaði. Almenni ákærin hevur eisini biðið um at fáa eina psykiska og psykiatriska kanning afturat av manninum. Kanningarnar verða lidnar, áðrenn varðhaldsfongslingin gongur út í mai Sambært hollendska ákæruvaldinum hevur føroyingurin játtað seg sekan í øllum skuldsetingunum, men hesum vísir Dijkrónurstra, sum er verji hjá skuldsetta manninum, aftur. Verjin hevur higartil ikki viljað gjørt viðmerkingar til málið. Atlantsflog hevði 22,5 millónir krónur í vinningi í fjør eftir skatt. Tað vóru góðar 10 millónir krónur betri enn árið fyri. Leiðslan sigur, at úrslitið var betri enn væntað og stendst av, at raksturin er vorðin effektivari, síðan felagið fór undir at tillaga virksemið í 2009 Árið í fjør var millum tey frægu í søguni hjá felagnum. Umsetningurin var 435 milliónir kr, 34 milliónir meiri enn árið fyri. Við rutuflogførunum flugu 193.450 ferðafólk, ið vóru 7.000 fleiri enn í 2010. Starvsfólkini vóru 166, ið var tað sama sum í 2010, men 40 færri enn í 2009. Vit hava effektiviserað raksturin munandi seinnu árini. Vit hava færri flogfør og færri starvsfólk, men fáa meira burtur úr hvørjum flogtíma. Øll í felagnum eiga heiðurin av góðu gongdini, og vit fegnast um, at leiguflúgvingin øktist 77 prosent í 2011 samanborið við 2010, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways. Avbjóðingarnar hjá felagnum eru stórar í ár. Tann 22. mars fær felagið nýggja Airbus 319 flogfarið, sum ætlandi verður sett í regluliga flúgving millum Føroyar og Danmark á 24 ára føðingardegnum 28. mars. Nýggja flogfarið kostar umleið 240 millónir krónur Eginpeningurin hjá Atlantic Airways er nú 249 milliónir krónur, og solvensurin er 65 . Nevndin skjýtur upp, at partaeigararnir fáa sjey milliónir krónur í vinningsbýti. Grønlendski fólkatingslimurin hjá IA, Sara Olsvig, stuðlar føroyingum í makrelstríðnum. Hon finst hvassliga at ES fyri at fyrireika revsiatgerðir móti Føroyum, nú føroyingar sjálvir áseta sær makrelkvotu. Hon vísir á, at Føroyar sum lítið samfelag hava avmarkaðar møguleikar at breyðføða seg. Og hon heldur tað vera skeivt, at Danmark sum formansland í ES stendur á odda fyri hesum revsitiltøkunum. Sara Olsvig sigur við grønlendska kringvarpið, KNR, at hon vónar, at ein loysn verður funnin á trætuni. Hin grønlendski fólkatingslimurin, Doris Jakobsen úr Siumut, vil ikki gera viðmerkingar til makrelstríðið. Vegurin í Leirvík er nú komin upp í 52 milliónir krónur Fíggjarnevndin hjá løgtinginum hevur lagt tríggjar milliónir oman á tað, sum landsstýrið bað um at fáa afturat til vegin til Norðoyatunnilin. Innlendismálaráðið bað um at fáa játtanina hækkaða úr 45 upp í 49 milliónir, men nú málið er komið aftur úr Fíggjarnevndini, er talið vorðið 52 milliónir. Ein samd Fíggjarnevnd sigur tað vera skeivt, at útreiðslur til projektering ikki eru við í uppskotinum, og hevur tí tikið tann kostnaðin við. Meðan Fíggjarnevndin viðgjørdi uppskotið, fekk hon at vita, at nakrar milliónir fóru úr landskassanum til ymsu vegarføringarnar í Leirvík til Norðoyatunnilin, vegir, sum kortini ikki blivu gjørdir. 1,4 milliónir fóru til uppskotið um at gera eina rennu frá havnarlagnum til neystini á Kráartanga. AElig tlanin um vegin oman fyri bygdina, sum heldur ikki kom, kostaði 900.000 krónur og harafturat eru brúktar 2,6 milliónir krónur til verandi vegin gjøgnum bygdina, sum nú verður brúktur til nýggi vegurin er liðugur. 2,3 milliónir krónur blivu sostatt brúktar til forkanningar og partvíst eisini til projektering til tvær loysnir, sum ikki vórðu brúktar kortini, lokarennan og vegurin oman fyri Leirvík. Fyrstu pengarnir vórðu brúktir í 2004. Eygleiðarar halda, at orsøkin til hækkandi kursin hjá serliga alifyritøkum, er batnandi søluprísur fyri laksin. Bakkafrost lá í dag á einum fimta plássi yvir størstu kurshækkingarnar á Oslo børs. Partabrævið hjá Bakkafrost hækkaði við 3,73 prosentum, sum kortini ikki var nóg mikið fyri at koma upp á sama støði, sum kursurin var, tá henda vikan byrjaði. Salmar, sum eigur ein stóran part í Bakkafrost gekk 6,53 prosent fram í dag, og vinnari á Oslo Børs í dag var Grieg Seafood, hvørs partabrævavirði hækkaði við 10,5 prosentum í dag. Eygleiðarar í Oslo siga, sambært netmiðilin Intrafish, at orsøkin til framgongdina á børsinum í dag er, at sera positiv tøl fyri amerikanska arbeiðsmarknaðin væntast kunngjørd í morgin. Samgonguflokkarnir í vinnunevndini taka ikki undir við uppskotinum frá Javnaðarflokkinum um politisk tiltøk, sum kunnu lækka prísirnar í Føroyum. Alffed Olsen, Hanus Samró, Jógvan Skorheim og Bjarni Djurholm mæla hinvegin løgtinginum frá at samtykkja uppskotið. Vinnunevndin hevur millum annað havt fund við Hera á Rógvi, sum gjørdi kanningina um prísstøðið í Føroyum, Maritu Rasmussen, stjóra í Vinnuhúsinum, og umboð fyri handilsvinnuna. Kanningin hjá Hera á Rógvi vísir, at Føroyar eru millum dýrastu lond í Evropa. Andstøðan í vinnunevndini, Aksel V. Johannesen, Bjørt Samuelsen og Janus Rein, tekur undir við uppskotinum. Tey siga, at matvørur, gerandisvørur, ferðaseðlar og tænastur kosta ov nógv, og tað má gerast bíligari at virka og liva í landinum. Andstøðuflokkarnir í vinnunevndini halda, at tað heilt einfalt er ein skylda hjá politisku skipanini at gera tað, sum gerast kann, til tess at lækka kostnaðarstigið. Av tí at tað sambært tingskipanini ikki ber til samtykkja uppskotið frá Javnaðarflokkinum, soleiðis sum tað er orðað, mæla Aksel V. Johannesen, Bjørt Samuelsen og Janus Rein til at broyta uppskotið soleiðis, at tað í staðin verður heitt á landsstýrið um at leggja fyri tingið eina frágreiðing við tilmælum um, hvørji ítøkilig politisk tiltøk skulu til fyri at lækka prísstøðið í Føroyum. Málið kemur til aðru viðgerð í tinginum fyrrapartin í morgin. Noreg hevur skyldu at gera fiskirættindavtalu við Føroyar um botnfisk í Barentshavinum. Tað sigur Torben Foss, advokatur, sum var løgfrøðiligur leiðari í norska fiskivinnudirektoratinum, tá Føroyar og Noreg gjørdu fyrstu fiskirættindavtaluna í 1979. Lisbeth Berg Hansen, fiskimálaráðharri, hevur gjørt greitt, at Noreg heldur ikki í ár ætlar at gera sínámillum fiskirættindasáttmála við Føroyar, tí føroyingar enn einaferð hava ásett sær sjálvum makrelkvotu. Torben Foss sigur við Fiskeribladet Fiskeren, at hann setur spurnartekin við, um Noreg kann lata vera við at gera fiskirættindasáttmála við Føroyar, tí eftir hansara tykki hevur Noreg skyldu til tess sambært avtaluni frá 1979. Eitt er, at tað ikki ber til at gera avtalu um uppsjóvarfiskin, men tað átti at borið til at gjørt avtalu um toskin, sigur Toben Foss við Fiskeribladet Fiskaren. Jacob Vestergaard undrast Eisini Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, undrast á norsku støðuna, hóast ósemja er um makrelin. Hann sigur við Fiskeribladet Fiskaren, at makrelurin eigur ikki at verða tengdur at samstarvinum um onnur fiskasløg. Jacob Vestergaard vísir á, at Noreg í 2010 gjørdi avtalu við Ísland um fiskiskap í Barentshavinum, sum er galdandi í fýra ár. Henda avtalan varð gjørd, til tess at steðga íslendska fiskiskapinum í Smoguni. Føroyar hava ongantíð boðið norðmonnum av í spurninginum um at fiska í Smoguni, sigur Jacob Vestergaard við norska blaðið. Mynd Enniberg er ein av flakatrolarunum, sum roynir eystanfyri, men sum ikki sleppur í norskan sjógv B68 heldur á at styrkja seg, og má nú metast at hava ein av sterkastu hópunum í kappingini. Christian Høgni Jacobsen hevur seinastu nógvu árini javnan verið millum toppskjúttarnar í landskappingini og tí verður hann helst ein fongur hjá B68. Hann bleiv toppskjútti í fremstu deildini í 2010, 2006 og í 2005. B68 skrivar á sínari heimasíðu, at álopið hevur sæð nakað tunt út seinastu mánaðirnar uttan Keita og Camara, sum eru langtíðarskaddir. Tí royndi B68 eftir Christian Høgna Jacobsen, og tað eydnaðist. Fyrr í ár skrivaði B68 sáttmála við nigerianska áleyparan, Emmanuel Ukpai, sum í fleiri ár hevur roynt seg í næstbestu donsku deildini. Christian Høgni Jacobsen er triðji NSÍ leikarin, sum í ár skiftir til B68. Framanundan hava Einar T. Hansen og Jústinus R. Hansen skift gulu troyggjuna út við tí reyðu. Venjari hjá B68 í ár, er Pauli Poulsen, sum í fjør stóð á odda fyri NSÍ. Eingir nýggir sáttmálar á almenna arbeiðsmarknaðinum eru í eygsjón, eftir at tey fýra feløgini í Fakfelagssamtarvinum skrivaðu undir sínar sáttmálar. Lønardeildin hevur samband við fýra feløg í løtuni, sjúkrarøktarfrøðingar, yvirlæknar, Skipara og navigatørfelagið og Búskapar og løgfrøðingafelagið. Hetta eru alt feløg, sum høvdu sáttmála við Fíggjarmálaráðið til 1.oktober í fjør. Harafturat eru nøkur og tjúgu feløg, sum Lønardeildin skal samráðast við um nýggjar sáttmálar fyri sáttmálarnar, sum fóru úr gildi fyri góðum fimm mánaðum síðani. Mynd Snorri Fjalsbak er stjóri á Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum. Hann hevur nógvar sáttmálar eftir at avgreiða Manningin á fiskiskipum, sum eru undir føroyskum flaggi, eigur at fáa hýru eftir sáttmálunum hjá føroysku manningarfeløgunum. Reiðarar, sum ikki virða hetta, eiga at fáa bót, og landsstýrismaðurin skal kunna taka fiskiloyvið frá reiðaranum. Tað heldur Javnaðarflokkurin, sum hevur lagt fram uppskot um at broyta lógina um vinnuligan fiskiskap. Javnaðarflokkurin sigur, at seinastu árini hava fleiri og fleiri skip valt at mynstra við bíligari útlendskari manning, sum ikki fær hýru eftir føroyskum sáttmálum. Sambært galdandi lóggávu ber hetta til, so leingi skipini halda seg uttan fyri 12 fjórðingar, og ikki regluliga koma í føroyska havn. Verður einki gjørt alt fyri eitt, kunnu vit vænta, at støðugt færri føroysk fiskiskip fara at hava føroyska manning, sum fær hýru eftir føroyskum sáttmálum, sigur Javnaðarflokkurin. Í sendingini raquo Rætturin at doyggja laquo verður spurningurin um aktiva deyðshjálp tikin upp. Hvar gongur markið fyri sjálvsavgerðarrættinum hjá tí einstaka í mun til samfelagið Vit velja ikki, nær og hvussu vit verða fødd, men skulu vit hava møguleikan at velja, nær og hvussu vit fara at doyggja raquo Rætturin at doyggja laquo í kvøld kl. 19 30 Stendur tað til Tjóðveldi, skulu eingir útlendingar eiga í føroyskum fiskiskipum í seinasta lagi 1. januar 2018. Tjóðveldi hevur lagt fram uppskot um broytingar í lógini um vinnuligan fiskiskap. Flokkurin sigur, at spekulasjón í fiskirættindum hevur vundið upp á seg, og tað eru í stóran mun útlendskir íleggjarar, sum fíggja. Teir kunnu eftir lógini eiga upp í ein triðing av feløgum, sum reka føroysk fiskifør. Tjóðveldi sigur, at alt bendir á, at peningur verður læntur ímillum í atknýttum feløgum, soleiðis at bæði vinningur og veruligi avgerðarrætturin endar hjá útlendska íleggjaranum. Føroyski parturin verður tí í mongum førum eitt strámannavirksemi fyri útlendsk áhugamál, har avgerðarrættur og vinningur fer av landinum. Tjóðveldi skjýtur upp, at lógarbroytingin fær gildi frá framløgudegnum, so eingi nýggj mál við útlendskum ognarluti í fiskiførum taka seg upp. Og reiðarí, sum útlendingar eiga í, fáa knøpp seks ár at fáa viðurskiftini í rættlag. Framleiðslugjaldið og innflutningsgjaldið á sterkum øli, sum verður loyvt 1.apríl, verður nakað hægri enn avgjaldið á ølinum, sum nú kann keypast í Føroyum. Fíggjarmálaráðið skjýtur upp, at avgjaldið verður 180 krónur fyri liturin av reinum alkoholi. Tað gevur 18 krónur fyri liturin av øli, sum er 10 prosent. Avgjaldið er 171 krónur á gulløli og 165 krónur fyri pilsnarøl. Fíggjarmálaráðið væntar ikki, at føroyingar fara at drekka meira, tá sterka ølið verður loyvt, men nakað minni av víni og veikum øli verður drukkið eftir 1.apríl. Fólkaheilsuráðið, sum hevði uppskotið til hoyringar, mælir frá, at tað verður bíligari at keypa eina sterka øll enn tvær øl við helvtar styrki. Ein øl, sum er 9,2 prosent, má ikki kosta minni enn tvær pilsnarøl, sum eru 4,6 prosent. Rúsdrekkasølan mælir til at hava eitt avgjald á øli í staðin fyri trý. Tað avgjaldið átti at verið 165 krónur fyri liturin av reinum alkoholi, heldur Rúsdrekkasølan. Tá tað almenna til dømis landsstýrisfólk velur nevndarlimir í partafeløg, skal tað vera eitt krav, at umleið eins nógvir limir av hvørjum kyni skulu veljast. Tað halda Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi og Aksel V Johannesen úr Javnaðarflokkinum, sum tí hava lagt fram uppskot um broyting í Javnstøðulógini. Í viðmerkingunum vísa tey á, at ásetingin í Javnstøðulógini um javnstøðu í nevndum og ráðum røkkur ikki inn í partafeløg, sum tað almenna eigur ella eigur í. Og CEDAW nevndin hjá ST vísir í seinastu frágreiðing sínari á, at føroysku myndugleikarnir kunnu gera meira fyri at fremja javnstøðu í Føroyum. CEDAW nevndin mælir millum annað til at seta fyribils kvotuskipanir í verk fyri at stimbra tilgongdini móti fullari javnstøðu, og vísir serliga á vantandi javnstøðu á arbeiðsmarknaðinum. Bjørt Samuelsen og Aksel V Johannesen siga, at uppskot teirra fylgir hesum tilmæli við at víðka kvotuskipanina í grein 8 í Javnstøðulógini til eisini at fevna um vinnuligt virksemi hjá tí almenna. Fyritøkur skulu sleppa at skylda fýra rokningar fyri meirvirðisgjald, áðrenn TAKS sleppur at strika skrásetingina hjá virkinum. Fíggjarmálaráðið ger nú enn eina roynd at fara eftir teimum, sum lata meirvirðisgjaldið í sín egna kassa í staðin fyri at flyta tað til landskassan Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, sigur, at endamálið við lógarbroytingunum, sum komu í løgtingið í gjár, er at minka um eftirstøður og tap fyri landskassan av meirvirðisgjaldi og forða fyri, at vinnuliga kappingin verður avlagað samstundis, sum rættarkenslan hjá fólki verður styrkt. Loysir seg ikki at bjóða Sambært Fíggjarmálaráðnum klaga fyritøkur um, at tað loysir seg ikki hjá teimum at bjóða upp á arbeiði ella tænastur, tí tær eru uppi í móti fyritøkum, sum sleppa sær undan at gjalda meirvirðisgjaldið og tí kunnu geva lægri boð. Í galdandi lóg ber til at krevja, at virki í sambandi við skráseting skal seta trygd, um so er, at eigari, stjóri ella nevndarlimur seinastu fimm árini verið eigari, stjóri ella nevndarlimur í virki, sum er farið av knóranum við tí avleiðing, at landið misti minst 50.000 krónur Nú verður skotið upp at víðka hesa heimildina at krevja trygd til eisini at fevna um verandi virki fyri at minka um tapsvandan og lætta um innkrevjing av meirvirðisgjaldinum. Strámenn og konkursryttarar Sum reglurnar eru í dag ber til hjá fólki, sum høvdu verið kravd eftir trygd, um tey høvdu skrásett nýtt virki, at útvega sær eitt virki, sum longu er skrásett, vanliga eitt smápartafelag, uttan at verða kravd eftir trygd. Við hesi broyting fáa fólk, sum brúka strámenn tað er orðið, sum Fíggjarmálaráðið brúkar ella sum útvega sær eitt longu skrásett virki, ikki tann fyrimun, tey hava í dag. Ásetingin er ætlað sum ein forðing fyri, at somu fólk, og fyri aftur at brúka orðið hjá Fíggjarmálaráðnum konkursryttarar , ferð eftir ferð byrja virksemi uttan at avrokna meirvirðisgjald til landskassan. TAKS skal eisini kunnu strika virki, sum soleiðis verða brúkt, í skrásetingini. Eftirstøðan 120 milliónir krónur Fíggjarmálaráðið vil eisini hava, at persónlig ábyrgd kann gerast galdandi móti leiðsluni í virkjum, sum halda fram ella byrjar rakstur, hóast skrásetingin er tikin aftur ella noktað. Lógaruppskotið gevur eisini TAKS loyvi til at fara í skattskyldugu inntøkuna hjá fólki eftir MVG eftirstøðunum. Seinastu fimm árini er meirvirðisgjaldið, sum ikki kemur í landskassan, vorðið størri og størri.Í 2007 var eftirstøðan av meirvirðisgjaldi góðar 60 milliónir. Nú er hon tað dupulta, 120 milliónir krónur. Frá 1996 til 2010 noyddist landið at avskriva 70 milliónir krónur sum tap av meirvirðisgjaldi. Stutt fyri klokkan átta í morgun kom eldur í eini eldri sethús við Vesturkirkjuna Mattalág Landavegin í Havn. Talan er um eini eldri sethús, so løgreglan heitti á fólk í grannalagnum um at lata øll vindeygu aftur, tí roykurin kundi vera vandamikil. Løgreglan í Havn upplýsir, at eldsbrunin nú er slóktur og at vandin fyri vandamiklum royki er av. Enn er orsøkin til eldsbrunan ókend, eins og tað enn ikki er greitt, júst hvussu nógvan skaða húsini hava fingið. Eingin búði í húsunum. Messi er nakað fyri seg. Í kvøld hevur hann skrivað seg sjálvan í metbøkurnar. Fimm ferðir sparkaði hann bóltin í Bayer Leverkusen málið, og var tí høvuðsmaðurin aftan fyri 7 1 stórsigurin hjá FC Barcelona. Soleiðis sum FC Barcelona spældi í kvøld er tað ikki lítið sannlíkt, at katalanararnir endurvinna Champions League kappingina. Bayer Leverkusen, sum hóast alt er millum toppliðini í Týsklandi, var ongantíð við í dystinum. FC Barcelona vísti ræðandi styrki, og í løtuni er tað tórført at síggja, hvat felag skal steðga teimum. Messi er fyrsti spælari, sum skorar fimm mál í einum dysti, síðan kappingin broyttist til Champions League. Tó eru aðrir, sum eisini hava skotið fimm mál í einum evropeiskum dysti. Tann seinasti var danin, Søren Lerby í 1979. Teir ið hava skotið fimm mál í einum evropeiskum dysti Ove Olsson IFK Gøteborg 1959 í 6 1 sigri á Linfield Allir flokkar vilja skapa tryggar karmar um føroysku fiskivinnuna, og tí eigur løgtingið at seta eina nevnd við umboðum fyri allar flokkar at gera uppskot til nýggja skipan fyri føroysku fiskivinnuna. Tað heldur andstøðan á tingi. Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Framsókn hava í felag lagt fram uppskot til samtyktar um at seta eina grein 25 nevnd, sum saman við ráðgeving frá fiskivinnuni, serfrøðingum og øðrum skal gera uppskot um eina nýggja skipan, ið skal verða galdandi frá 1. januar í 2018. Nú øll fiskiloyvi ganga út í 2018, er neyðugt, at nýggj skipan verður gjørd sum skjótast, soleiðis at vinnan fær greið boð um broytingarnar, stendur millum annað í viðmerkingunum til uppskotið. Grein 25 nevndin skal gera uppskot til fiskivinnunýskipan, sum skal tryggja eina burðardygga fiskivinnu, bæði lívfrøðiliga og fíggjarliga, frá 1. januar 2018. Uppskotsstillararnir mæla til, at arbeiðið verður liðugt í heyst. Grafikkur Jan M. Arnskov Í dag var seinasti framløgudagur fyri summarsteðgin, og tilsamans vórðu 51 uppskot løgd fyri tingið. Landsstýrissamgongan eigur eina góða helvt av hesum málunum, tilsamans 26 í tali. Andstøðuflokkurin Tjóðveldi legði 17 uppskot fram, Framsókn trý og Javnaðarflokkurin tvey. Hóast dagurin í dag var seinasti framløgudagur, so ber framvegis til at leggja uppskot fyri tingið at viðgera, áðrenn tingið fer í summarfrí. Til tess krevst tó undantak frá tingskipanini. Millum uppkotini, sum landsstýrisamgongan legði fyri tingið í dag, er lóg um Tilbúgving, byggilóg, lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk, lóg um málráð umframt broytingar í fleiri verandi lógum, eitt nú í lógini um barnavernd, kappingarlógini, forsorgarlógini, skattaásetingarlógini, lógini um gymnasialar miðnámsútbúgvingar og um Fróðskaparsetur Føroya, sum nú fær heitið University of Faroe Islands. Verkfallið hjá pedagogunum sæst aftur í lønartølunum fyri februar. Í januar og februar í ár vórðu goldnar 11 milliónir krónur færri í almennum lønum enn somu mánaðir í fjør. Verkfallið hjá pedagogunum vardi í 16 arbeiðsdagar. Í januar og februar í ár fingu føroyingar eina milliard og 75 milliónir krónur í løn, 5,4 prosent meira enn í fjør. Men í januar og februar í fjør var eisini verkfall, og Faroe Seafood fór á húsagang í desember árið fyri. Lønirnar í alivinnuni vóru 40 milliónir krónur, frá desember 2010 til februar 2011. Nútvey ár seinni eru lønirnar ein fjórðing hægri, 50 milliónir krónur, upplýsir Hagstovan. Hýrurnar vóru 177 milliónir fyri tveimum árum síðani, nú eru tær 185 milliónir. Størstu sveiggini eru á flakavirkjunum. Í fiskavøruídnaðinum vóru lønirnar 78 milliónir, frá desember 2009 til februar 2010. Árið eftir fóru tær niður í 54 milliónir krónur, og nú eru tær komnar upp aftur í 65 milliónir, sum tó eru 17 prosent minni enn fyri tveimum árum síðani. Seinasta orðið er neyvan sagt í málinum um nevndarsamsýningarnar í sambandi við fyrireikingina av Skúladeplinum í Marknagili. Stýrið fyri Tekniska skúla í Havn ætlar neyvan at lata ákærurnar, sum Fíggjarmálaráðið er komið við, fara aftur við borðinum. Tað sigur Magnus Magnussen, stýrisformaður. Tað var í gjár, at Fíggjarmálaráðið gav bæði stýrinum fyri Føroya Handilsskúla og Tekniska Skúla í Havn hvør sína átalu fyri handfaringina av málinum. Grundgevingarnar eru millum millum annað at stýrini ikki hava borið seg hóskandi at, at tey ikki hava kannað reglurnar fyri samsýningum til nevndarlimir, og tað tey ikki hava steðgað samsýningunum til seinnu bygginevndina. Kundu sjálvi áseta samsýningar Stýrisformaðurin fyri Tekniska skúla vísir hesum aftur. Vit hava millum annað víst á, at stýrið er ovasta leiðsla í einum sjálvsognarstovni, og at vit fingu grønt ljós úr Mentamálaráðnum sjálvi at áseta samsýningarnar, sigur Magnus Magnussen, sum heldur málið vera prinsipielt. Hann er harumframt ónøgdur um, at Fíggjarmálaráðið í síni viðgerð ikki tykist hava tikið atlit at grundgevingunum, sum ein løgfrøðingur sendi vegna stýrið. Fíggjarmálaráðið staðfestir í niðurstøðuni, at hvørki Reidar Nónfjall, táverandi stjóri á Føroya Handilsskúla, ella Egon Øregaard, stjóri á Tekniska skúla í Havn, høvdu heimild til at fáa nevndarsýning eftir mai 2008, tá Mentamálaráðið yvirtekur leiklutin sum byggiánari frá báðum skúlastýrunum. Tí skulu stýrini hvør í sínum lagi krevja aftur ávíkavist góðar 495.000 krónur frá Reidari Nónfjall og 45.000 krónur frá Egoni Øregaard. Hóast vit ikki meta, at Fíggjarmálaráðið kann áleggja okkum nakað einans koma við áheitanum so fara vit helst at viðgera tað á nevndarfundi í næstum, sigur Magnus Magnussen. Onkur sleppur undan Ein lærari, sum eisini fekk samsýning frá Tekniska skúla fyri at sita í nevndini, sleppur eins og læraraumboðið fyri Føroya Handilsskúla undan at rinda, tí hann sambært Fíggjarmálaráðnum má metast at hava verið í góðari trúgv. Skúlastjórin hevur latið honum samsýningina. Nevndarsamsýningarnar, sum vórðu latnar fyrru bygginevndini fyri 2008, kunnu sambært Fíggjarmálanum neyvan krevjast afturgoldnar, tí bæði stýrini helst hava verið í góðari trúgv, og hava mistulkað ein teldupost úr Mentamálaráðnum, sum staðfesti, at stýrini sjálvi kunnu áseta samsýningar. Reidar Nónfjall, fyrrverandi stjóri á Føroya Handilsskúla, gjørdi í gjár greitt, at hann ætlar sær ikki at gjalda samsýningina aftur. Stýrið fyri Handilsskúlan verður kallað saman í næstum at viðgera støðuna. Stendur tað til Tjóðveldi, kemur loftrúmið á føroyskar hendur 1. januar. Tjóðveldi hevur lagt fram lógaruppskot um at fáa loftrúmið undir føroyskt ræði. Flokkurin sigur, at við broytingunum í tingskipanini, sum vórðu samtyktar í summar, ber nú til at leggja lógaruppskot fyri tingið, sum viðvíkja føroyskum fullveldi. Fyrr vórðu slík mál víst aftur, tí tey stríða ímóti heimastýrislógini og øðrum donskum lógum. Í dag hevur Danmark lagt umsitingina av føroyska loftrúminum til Íslands, men eingin hevur fingið innlit í, hvørji gjøld eru millum partarnar, og hvørji gjøld verða kravd, sigur Tjóðveldi. Útrokningar, sum eru lagdar við uppskotinum, vísa, at fyrisitingin av loftrúminum kann geva upp í trísiffraðar milliónaupphæddir. Tjóðveldi sigur, at yvirtøkan av loftrúminum kann geva stórar inntøkur, arbeiðspláss, ið krevja fakliga vitan, og kann menna føroyskar førleikar sum heild. Hevði løgtingsval verið nú, hevði landsstýrissamgongan bert havt tepran meiriluta. Fólkaflokkurin, sum á valinum 29. oktober fekk 22,5 prosent av atkvøðunum, hevði mist 3,5 prosent, og tað hevði kostað flokkinum tveir tingsessir. Tað vísir ein kanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Sosialin, og sum verður kunngjørd í dag. Sambandsflokkurin, sum eisini hevði eitt gott løgtingsval, fær sambært kanningini ein lítla afturgongd, 0,3 prosent. Teir báðir smáu flokkarnir í samgonguni hava eisini afturgongd Sjálvstýrisflokkurin fer úr 4,2 niður í 3,3 prosent, og Miðflokkurin missir 1,4 prosent, úr 6,3 niður í 4,9 prosent. Sambandsflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og Miðflokkurin varðveita sínar tingsessir. Allir tríggir andstøðuflokkarnir hava framgongd, og varð val nú, høvdu Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin fingið hvør sín tingsess afturat. Framgongdin hjá Tjóðveldinum er 2,5 prosent og hjá Javnaðarflokkinum 2,4 prosent. Framsókn hevði fingið 1,2 prosent afturat, var val nú. Umboð fyri allar teir politisku flokkarnar hava á fundi í morgun viðgjørt ein part av pensjónsnýskipanini.Talan er um Lóg um samansparing til eftirløn, sum er eitt av teimum tólv lógaruppskotunum í pensjónsnýskipanini. Vit hava fingið lýst hetta málið, og høvdu eitt gott orðaskifti, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, sum bað um fundin. Júst henda lógin er bulurin í allari pensjónsnýskipanini, og vit vilja fegin samtykkja hana í vár við so breiðari semju sum gjørligt, sigur Jørgen Niclasen. Til heystar er ætlanin at fáa hin partin av pensjónsnýskipanini samtyktan, og landsstýrismaðurin sigur seg vóna, at allir flokkar verða við tá Vit kunnu sjálvandi samtykkja málið í samgonguni, men vilja fegin hava øll við, sigur Jørgen Niclassen. Á fundinum í Fíggjarmálaráðnum í morgun vóru ellivu fólk tilsamans tvey fyri hvønn av teimum stóru flokkunum og eitt fyri hvønn av teimum smáu. Nú fara umboðini so aftur til flokkarnar, áðrenn tey hittast aftur týsdagin. TAKS kravdi góðar 59,2 milliónir krónur ov nógv í skatti í fjør, og nú fáa 15.796 skattaborgarar avlopsskattin, upplýsir TAKS. Men 2.467 fólk hava goldið ov lítið í skatti, og tey eru kravd eftir knappliga 5,7 milliónum. Sambært TAKS rindaðu 19.727 skattgjaldarar júst tað, sum tey áttu at rinda í fjør. Tað merkir, at næstan annar hvør skattagjaldari rindar annaðhvørt ov nógv ella ov lítið í samtíðarskatti. Skattaárið 2010 rindaði TAKS 16.059 skattgjaldarum slakar 57 milliónir krónur í avlopsskatti. Hetta árið skuldu 1744 skattgjaldarar rinda 3,4 milliónir krónur í avlopsskatti. Fíggjarmálaráðið krevur, at fyrrverandi stjórin á Føroya Handilsskúla, Reidar Nónfjall, rindar stýrinum fyri skúlan útivið 500.000 krónur aftur. Fíggjarmálaráðið sigur, at Reidar Nónfhjall hevur av órøttum fingið 15.000 krónur í nevndarsamsýning um mánaðin í sambandi við byggingina av skúladeplinum í Marknagili, tí stýrið hevði ikki heimild at lata hesa upphædd. Tvær nevndir Tvær bygginevndir hava arbeitt við Marknagilsdeplinum, og nevndirnar hava fingið tilsamans eina millión og 573.000 krónur í samsýning. Fíggjarmálaráðið heldur, at samsýningarnar, sum vórðu latnar fyrru bygginevndini í eitt ár, eru í lagi. Men í 2008 kom ein nýggj lóg. Mentamálaráðið verður byggiánari og Landsverk byggiharri. Føroya Studentaskúli og HF skeið koma upp í byggiætlanina, og ein víðkað bygginevnd verður sett. Fíggjarmálaráðið sigur, at Reidar Nónfjall átti at vitað, at tilnevning hansara í seinnu bygginevndini kemur úr Mentamálaráðnum og ikki frá Føroya Handilsskúla. At hann skal halda, at samsýningin framvegis skal koma frá skúlanum, sum einki var hent, er óskiljandi, sigur Fíggjarmálaráðið í síni niðurstøðu. Hann hevur ongantíð roynt at fáa viðurskiftini í rættlag, og tað er átaluvert, tí eingin formlig góðkenning frá rætta myndugleika fyriliggur, sigur Fíggjarmálaráðið, sum krevur at fáa peningin aftur. Rindar einki aftur Reidar Nónfjall sigur við útvarpið, at hann vísir øllum skuldsetingum frá Fíggjarmálaráðnum aftur. Grundgevingarnar eru heilt burturvið, og eg ætli mær hvørki at rinda pengarnar aftur, ella gera nakra semju við stýrið. So má málið heldur enda í rættinum, sigur fyrrverandi stjórin á Føroya Handilsskúla. Niels Vinther, nývaldur formaður í stýrinum fyri Handilsskúlan, sigur, at hann hevur onga viðmerking, fyrr enn stýrið hevur viðgjørt brævið frá Fíggjarmálaráðnum. Mynd Reidar Nónfjall, fyrrverandi stjóri á Føroya Handilsskúla Portalurin Hóast 90 prosent av bygdarfólkinum siga, at bygdarhandilin hevur sera stóran týdning fyri fólk og bygd, keypa 62 prosent helvtina ella meira enn helvtina av sínum vørum aðra staðni enn í bygdarhandlinum. Tað vísir ein kanning, sum Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning hevur gjørt. Fólk siga, at umframt møguleikan at keypa gerandisvørur, hevur bygdarhandilin sosialan týdning, tí har hittast fólk og fáa eitt gott prát. Men avgerandi týdning fyri fólkið í bygdini hevur handilin tó ikki, tí bara 39 prosent av bygdarfólkinum keypa allar sínar vørur har, og 38 prosent keypa helvtina ella minni enn helvtina í bygdarhandlinum. Í Føroyum eru sjey bygdarhandlar við í verkætlanini. Talan er um handlar á Viðareiði, í Hvannasundi, Oyndarfirði, Nólsoy, Hvalba og Porkeri. Annað hvørt viðskiftafólk heldur, at vørurnar eru ov dýrar, og at úrvalið er ov lítið. Verkætlanin vísir, at tað er ein fyrimunur hjá bygdarhandlunum at bjóða fólki fleiri tænastur, so sum at fólk kunnu fáa sær ein kaffimunn í handlinum, keypa bløð, posta, taka pengar út, keypa apoteksvørur, fara ókeypis á internetið og serlig tiltøk fyri ferðavinnuna. Nevndin, sum skuldi gera uppskot um føroyskt dómsvald, verður tikin av, áðrenn hon nakrantíð varð sett. Løgtingið fer í dag at samtykkja at strika lógina um Rættarskipanarnevnd, sum skuldi gera uppskot um føroyska rættargangslóg og føroyska revsilóg og eina ætlan um, hvussu føroyskir dómstólar kunnu setast á stovn. Lógin er frá mai í fjør. Men landsstýrismaðurin við lógarmálum, Kári P. Højgaard, sigur, at pengar eru ikki til nevndina. Nevndin skuldi vera liðug við sítt arbeiði 30.november í ár. Kostar 750.000 krónur Rættarskipanarnevndin hevði kostað minst eina millión og 750.000 krónur Men pengarnir eru ikki til. Lógin varð samtykt, eftir at játtanarkarmurin fyri 2012 varð gjørdur. Tí er rættarskipanarnevndin ikki við har, og heldur ikki í fíggjarlógini, sigur Kári P. Højgaard. Samgonguskjalið sigur annars, at føroysk rættarskipanarlóg skal gerast, og at revsilógin skal lagast til føroysk viðurskifti. Innlendismálaráðið sigur, at tað kann gera arbeiðið, sum Rættarskipanarnevndin skuldi gera, og seta ein politiskan fylgibólk. Hetta góðtekur meirilutin í Rættarnevndini hjá løgtinginum, ersamgongulimirnir og annar limurin hjá Javnaðarflokkinum, Gerhard Lognberg. Innlendismálaráðið skal dagføra Meirilutin heldur tað tó vera skilabest, at Innlendismálaráðið fyrst dagførir revsilógina. Rættarskipanarlógin hevur ikki so stóran skund, fekk Rættarnevndin at vita frá teimum serkønu, sum hon spurdi. Minnilutin í Rættarnevndini, Páll á Reynatúgvu í Tjóðveldi og Kristin Michelsen í Javnaðarflokkinum, mælir til at varðveita lógina um Rættarskipanarnevnd, og í minsta lag seta fólk í tíðaravmarkað starv at fáa lýst og avmarkað arbeiðið av lógini. Ein vindmylla hjá SEV í Neshaga er brotnað í nógva vindinum í gjárkvøldið og í nátt. Hetta váttar Anders Nedergaard, leiðari á framleiðsludeildini hjá SEV. Hann er á veg at kanna skaðan, so hann veit enn ikki at siga, hvat hevur hent. Líkt er til. at tornið er brotnað, og tað hevur helst hent í vindinum í gjárkvøldið ella í nátt. Meira veit eg ikki beint nú, sigur Anders Nedergaard, leiðari á framleiðsludeildini hjá SEV. Hetta er ikki fyrstu ferð, at nógvur vindur ger skaða á vindmyllur hjá SEV í Neshaga.9. januar fór ein onnur vindmylla hjá SEV í spønir í ódnarveðri. Mynd Í ódnarveðri í januar brotnaði henda vindmyllan hjá SEV í Neshaga Foreldur, sum hava børn á stovni í Klaksvík, fáa 400.000 krónur aftur, tí børnini vórðu ikki ansað, tá Pedagogfelagið var í verkfalli. Pengarnir verða fluttir foreldrunum í seinasta lagi 1. apríl, sigur Gunnvá við Keldu, borgarstjóri. Foreldrini fáa 30 prosent av gjaldinum aftur. Klaksvíkar kommuna spardi 800.000 krónur, tá verkfallið var, men peningurin skal nýtast til, er ikki greitt, sigur Gunnvá við Keldu, borgarstjóri. Tað er altíð okkurt at nýta pengarnar til, sigur hon. Hóast Klaksvíkar kommuna lækkaði skattaprosentið við einum hálvum prosentstigi frá 1. januar, hevur kommunan fingið fleiri pengar í januar og februar, upplýsir borgarstjórin. Fíggjarmálaráðið kravdi at Klaksvíkar kommuna hækkaði skattaprosentið við hálvum prosentstigi, tá farið var undir at byggja ellisheimið. Tí varð skattaprosentið 22,25 prosent í 2010 og í 2011. Nú er skattaprosentið í Klaksvík 21,75 prosent. Nú skulu føroyskir skúlanæmingar vísa, hvussu væl teir duga at brúka teldu og internetið. Um smáar tvær vikur skulu næmingarnir í 9. flokki aftur til Pisa roynd, har ein partur fer at snúgva seg um teldunýtslu. Endamálið við hesum partinum av Pisa royndini er at kanna, hvussu væl næmingarnir megna at leita eftir viðkomandi upplýsingum á netinum, og at sálda óviðkomandi upplýsingar frá. Pisa royndin í 2012 verður frá 19. til 23 mars. Royndin hesa ferð leggur annars serligan dent á støddfrøði. Pisa kanning í 2009 legði dent á lesing. Grannskoðarafyritøkan Spekt hevur kannað tvey fíggjarmodell fyri Sandoyartunnilin og mett um, hvussu nógv sjóvegis ferðasambandið millum Gomlurætt og Skopun fer at kosta í famtíðini. Kommunurnar í Sandoynni bóðu grannskoðarafyritøkuna um ymsar útrokningar, sum kunnu varpa fíggjarligt ljós á Sandoyartunnilin. Sambært fyrra fíggjarmodellinum verður Sandoyartunnilin bygdur frá 2013 til 2017. Hann verður mettur at kosta 700 milliónir krónur við tilhoyrandi vegum, og allur kostnaðurin verður fíggjaður við láni. Landskassin skal verða við at gjalda lánið aftur, í tann mun raksturin ikki er førur fyri at gjalda. Rentukostnaðurin í byggitíðini verður mettur til 90 milliónir krónur, um rentan er 4,5 prosent. Í seinna modellinum verður Samdoyartunnilin bygdur frá 2017 til 2021. Tá verður kostnaðurin mettur til 750 milliónir krónur við tilhoyrandi vegum, og rentukostnaðurin í byggitíðin er 50 milliónir krónur Landskassin skal í hesum førinum rinda 30 milliónir krónur um árið frá 2013, til tunnilin er liðugur. Restin av byggikostnaðinum verður fíggjað við láni, og landskassin verður við til at gjalda lánið aftur, í tann mun raksturin ikki er førur fyri at gjalda. Í báðum modellum verður útgangsstøði tikið í, at eitt alment partafelag byggir og rekur Sandoyartunnilin og tekur neyðug lán. Av tí at íløgan ikki hvílir í sær sjálvum, er neyðugt, at landskassin eisini veðheldur fyri lánum. Spekt sigur, at tað er kredittvirðið hjá landskassanum, sum verður avgerandi fyri lánstreytirnar. Tó er ilt at meta um, hvørjar lánstreytirnar verða. Fíggjarmarknaðurin er óstøðugur, og landskassin hevur frammanundan hall, sum skulu fíggjast á hvørjum ári. Meiri verður at frætta um uppritið frá Spekt um Sandoyartunnilin í útvarpstíðindunum og Degi og Viku Undan løgtingsvalinum segði Fólkaflokkurin nei til at tiðna ríkisveitingina úr Danmark, men nú hevur flokkurin, sum partur av samgonguni, verið við til at gera júst tað øvuta nevniliga at tiðna ríkisveitingina. Kjakið í Degi og Viku í kvøld snýr seg um, hví Fólkaflokkurin tók undir við at tiðna blokkin, og um avgerðin at frysta ríkisveitingina fyri 10 árum síðani var skeiv. Við kjakborðið verða Rodmundur Nielsen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, og Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldinum. Beinta Løwe Jacobsen er vertur. Partafelagið Kósin hevði 11,6 milliónir krónur í avlopi í fjør. Umsetningurin var 185 milliónir krónur, skrivar Norðlýsið Verður friður um rættindini at fiska, so tað aftur fer at bera til at arbeiða, síggja vit ljóst upp á framtíðina. Grundarlagið undir virkinum er gott í løtuni, men rokið um fiskivinnupolitikkin skapar ein ótryggleika, sum merkist í allari vinnuni, sigur Hanus Hansen, stjóri á Kósini, við Norðlýsið. Sambært stjóranum sæst rikni fiskivinnupolitikkurin aftur í roknskapinum hjá Kósini, serliga hjá Gadus, sum seldi fyri 20 milliónir krónur minni í fjør enn árið fyri. Makreltrætan hevði við sær, at Føroyar og Noreg ikki gjørdu nakra sínamillum fiskiveiðuavtalu, og tí sluppu føroysku flakatrolararnir ikki í norskan sjógv at fiska. Eisini fýlist stjórin á Kósini á, hvussu fiskiskapurin eftir makreli varð skipaður í fjør. Hanus Hansen eftirlýsir, at landsstýrið ásetir eginkvotur til øll skip, sum sleppa at fiska makrel. Tí tá ber til at skipa fiskiskapin á besta hátt, sigur hann við Norðlýsið. Reidar Nónfjall, fyrrverandi stjóri á Føroya Handilsskúla, skal gjalda aftur eina hálva millión krónur av samsýningini, hann hevur fingið fyri at sita í bygginevndini fyri Marknagilsdepilin. Tað krevur Fíggjarmálaráðið. Fíggjarmálaráðið átalar, hvussu stýrið fyri Føroya Handilsskúla hevur handfarið málið Stýrið fyri Føroya Handilsskúla hevur ikki borið seg hóskandi at, stýrið hevur ikki hildið seg til ásetingarnar í sect 17 í lógini um yrkisskúlar, stýrið hevur ikki hildið seg til ásetingarnar í sect 3 stykki 4 í viðtøkunum fyri Føroya Handilsskúla, stýrið hevur ikki kannað almennu reglurnar fyri samsýningar til nevndarlimir, og stýrið hevur ikki steðgað samsýningunum til seinnu nevndina. Tí áleggur Fíggjarmálaráðið stýrinum at krevja innaftur nevndar shy samsýningina, sum fyrrverandi stjórin á Føroya Handilsskúla hevur fingið í seinnu bygginevndini, tað eru 34 mánaðir á 14.583 krónur, tilsamans 495.822 krónur Fíggjarmálaráðið grundgevur við, at fyrrverandi stjórin sum professjonellur stjóri á skúlanum má vera vitandi um, at eingin formlig samtykt fyriliggur um at rinda serliga samsýning. At stjórin gjøgnum sítt virki innan almenna umsiting í mong ár má vera greiður yvir, at játtanarreglur og mannagongdir í sambandi við útgjald ikki eru fylgdar. Og at stjórin við at rinda sær sjálvum 175.000 krónur árliga, sum er eitt munandi ískoyti til hansara vanligu løn, eigur at vita, at heimildin skal vera púra greið. Tað stendur millum annað í niðurstøðuni hjá Fíggjarmálaráðnum, sum hevur somu atfinningar ímóti stýrinum fyri Tekniska Skúla í Havn. Stýrið fær eisini eina átalu, og Fíggjarmálaráðið krevur, at stýrið krevur aftur nevndarsamsýningina á 45.000 krónur, sum stjórin á Tekniska Skúla í í Havn, Egon Øregaard, hevur fingið í seinnu bygginevndini. Bjarni Olsen, sum var stjóri í gamla Eik Banka, hevur stevnt Eik Banka Føroya, tí hann heldur, at hann við órøttum varð burturvístur úr stjórastarvinum. Bjarni Olsen krevur, at fráfaringaravtalan, sum hann gjørdi við Eik, tá hann varð noyddur at gevast sum stjóri í Eik 27.september í 2010, kemur í gildi aftur. Sambært tí, sum kom fram tá, skuldi Bjarni Olsen fáa løn í 18 mánaðir, 2,7 milliónir krónur, fyri at fara frá. Men Fíggjarligt støðufesti, sum bjargaði Eik Banka, strikaði bæði fráfaringaravtaluna hjá Bjarna Olsen og hjá forstjóranum, Marneri Jacobsen. Eik Banki Føroya krevur frídøming, tí bankin heldur, at Bjarni Olsen av røttum varð burturvístur. Fyrireikandi rættarfundur var 1.mars. Og mánadagin kemur úrskurður frá Føroya rætti, sum skal gera av, um sakarmálið hjá Bjarna Olsen skal bíða eftir sakarmálunum, sum eru á veg móti øllum teimum, sum stoðu á odda fyri gamla Eik Banka. Sum skilst koma tær stevningarnar í summar. Alt bendir á, at Ísland fær limaskap í ES. Danski ráðharrin í evropamálum, Nicolai Wammen, hevur verið í Íslandi á vitjan og hitt m.o Jóhonnu Sigurðardóttir, forsætisráðharra, og Øssur Skarph eacute ðinsson, uttanríkisráðharra, har samráðingarnar um íslendskan ES limaskap hava verið umrøddar. Danmark hevur í løtuni formansskapin í ES. Nicolai Wammen sigur, at Danmark vil hava Ísland upp í ES, og tekur av heilum huga undir við samráðingunum um íslendskan limaskap. Hann staðfestir, at samráðingarnar ganga væl. Íslendingar hava fyrireikað seg væl til samráðingarnar, og eru farnir professionelt til verka, sigur danski ráðharrin, sambært grønlendska blaðnum Sermitsiaq. Hann vísir á, at Ísland frammanundan er partur av EBS samstarvinum, og tí kenna íslendingar væl til reglurnar, sum eru galdandi í ES. Nicolai Wammen dylir ikki fyri, at trupulleikar kunnu taka seg upp í samráðingunum, tá fiskivinnumál koma til viðgerðar. Tí ræður um, at bæði Ísland og ES hava eina konstruktiva og veruliga tilgongd til henda partin av samráðingunum, sigur Nicolai Wammen, sum fer aftur til Danmarkar í dag. Bátar hjá sjálvbodnu bjargingarfeløgunum kring landið eiga at sleppa undan avgjøldum á olju. Tað heldur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum. Hann hevur skotið upp fyri Løgtinginum, at tvær lógir verða broyttar. Tað eru MVG lógin og lógin um serligt avgjald á brenniolju. Treytin fyri, at bjargingarfeløgini fáa avgjøldini endurrindað er, at øll arbeiðsmegin er sjálvboðin og ólønt. Haraftrat er tað ein treyt, at bjargingarbátarnir ikki kappast við vinnuligt virksemi. Jørgen Niclasen sigur, at bjargingarfeløgini hava útvegað sær nýmótans bjargingarbátar, sum eru vorðnir týðandi partur av tilbúgvingini. Bátarnir og manningar teirra eru ofta við í leiting og bjarging uttan at fáa nakra samsýning. Tað er órímiligt, at oljurokningin til hesi før verður tyngd av avgjøldum til tað almenna, halda bjargingarfeløgini, sum hava biðið um at sleppa undan at rinda avgjald. TF Holding, sum er ein av stóru partaeigarunum í Bakkafrosti, hevur selt partabrøv í alifyritøkuni, skrivar Intrafish. Sambært eini fráboðan til keypsskálan hevur TF Holding selt 200.000 partabrøv í Bakkafrosti. Eftir søluna eigur TF Holding slakar fimm milliónir partabrøv í alifyritøkuni, og ognarluturin hjá TF Holding í Bakkafrosti er nú 9,7 prosent. Aktuelli, eitt sindur afturlítandi dámurin yvir heitinum er tilvitaður, men samstundis hevur samanrenningin av øllum hinum týdningunum í orðinum eisini virði. Sendingin hevur til endamáls at taka samanum um farnu vikuna, at vera pallurin har forkunnugir gestir og minnisverdir tónleikarar síggjast. Serligir persónar, tiltøk og rák annars í tíðini fáa eisini sína sjálvsøgdu rúmd í sendingini. Sum ein eyka brellbiti verður eisini borðreitt við snildum hugskotum í køkinum. 2012 verður eitt betri ár enn 2011 hjá Atlantic Petroleum, tí felagið fer at selja meira olju í ár, og oljupísurin fer upp. Íslendska greiningarfyritøkan IFS viðgongur at hava mett skeivt um úrslitið hjá Atlantic Petroelum í 2011. Sølan og úrslitið fyri skatt vóru nakað minni, enn IFS metti. Men úrslitið eftir skatt var nógv betri, enn IFS metti, tí fíggjarligu inntøkurnar í 2011 vóru størri. Mett verður, at prísurin á ráolju hækkar 12 til 18 prosent í ár. IFS væntar, at Atlantic Petroleum fer at selja millum 700.000 og 800.000 tunnur av olju í ár. Fólkaatkvøðan um kommunusamanlegging verður útsett. Upprunaliga skuldi fólkaatkvøðan verða 12 apríl, men av tí at onkur partur ikki megnaði at halda hoyringarfreistina, er avgjørt at útseta hana. Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, sigur, at fólkaatkvøðan verður útsett í hálva aðru viku ella 14 dagar, og at hon verður seinast í apríl í staðin fyri. Landsstýrismaðurin vil ikki seta endaliga dagfesting á, nær fólkaatkvøðan verður. Olju og bensinprísurin hækkar støðugt. Bensinprísurin hevur eina tíð ligið beint undir 11 krónum fyri liturin, men í dag fór hann upp um 11 krónur. Hjá bæði Magn og Effo kostar blýfrítt bensin, 95 oktan, 11 krónur og 11 oyru fyri liturin. Prísurin á diesel er 9 krónur og 96 oyru. 1000 litrar av gassolju til húsarhaldið kosta nú 8.388 krónur. Einki bendir á, at olju og bensinprísurin fer at lækka, men í dag vita altjóða tíðindastovurnar at siga, at ferð er komin aftur á oljuútflutningin úr Irak, sum nú selur yvir tríggjar milliónir tunnur av olju um dagin. Stjórnin í Irak sigur, at landinum tørvar pening, og tí skal ferð fáast á oljuútflutningin. AElig tlanin er at selja 12 milliónur tunnur av olju um dagin. Myndugleikarnir eru í ferð við at kanna eitt uppskot frá bretsku oljufeløgunum, BP og Schlumberger NV, sum ætla at fara undir at útvinna meiri olju við býin Kirkuk, ið er elsta øljuøkið í Irak. Forsetavalið í Ruslandi varð lagt til rættis, so Vladimir Putin skuldi vinna. Tað siga óheftir eygleiðarar, sum hava gjørt eina frágreiðing um valið. Tað var eingin verulig kapping um at gerast forseti, og Putin og hansara fólk høvdu betri atgongd til almennu hjálpina, sum fanst, sigur Tonino Picula, sum var eygleiðari fyri felagskapin fyri trygd og samstarvi í Europa, OSCE. Eygleiðararnir mæla til at gera eina størri frágreiðing um viðurskiftini, sum vóru upp undir valið, og meðan valt varð. Endamálið við einum vali er, at spenningur skal verða um úrslitið. Tað var tað ikki á forsetavalinum í Russlandi. Og vit halda ikki, at valið var rættvíst, sigur Picula. Andstøðupolitikarar í Russlandi finnast eisini at valinum, sum endaði við, at Putin fekk minst 60 prosent av atkvøðunum longu í fyrra umfari, og tí er ikki neyðugt við einum valumfari afturat. Eygleiðararnir siga, at i triðja hvørjum valhøli,har eygleiðarar vóru, varð svikað við uppteljingini. Fleiri enn 3.500 kærur eru komnar um forsetavalið í Russlandi í gjár. Øll uppskot eru vælkomin, og tað er betri at koma við uppskotum um tað, sum ber til, í staðin fyri bara at vísa á tað, sum ikki ber til. Tað sigur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, eftir framløguna hjá borgarstjórunum í Sandoynni í dag. Kommunurnar í Sandoynni hava fingið grannskoðaravirkið Spekt at greina fíggingina av Sandoyartunlinum, millum annað við at samanbera íløguna í tunnilin við tað, sum ferjusambandið kostar. Kári P. Højgaard sigur, at enn er eingin politisk støða tikin til nýggjar undirsjóvartunlar, men teir skulu við, tá landsstýrið nú fer at gera eina langtíðaríløguætlan. Tilfarið hjá kommununum í Sandoynni varð lagt fyri landsstýrið í dag, og í morgin sleppa løgtingslimir og fjølmiðlar at síggja tað. Grønlendska fólkatingskvinnan, Sara Olsen, hevur saman við Eindarlistanum lagt fram uppskot í fólkatinginum um, at Danmark skal viðurkenna Palestina. Sara Olsen, sum er vald fyri IA flokkin, sigur, at uppskotið verður lagt fram, til tess at vísa samhuga við palestinska fólkinum. Eitt annað land hevur í mong ár stýrt okkum, grønlendingum, og vit eru sjálvi í eini tilgongd at fáa loysing, sigur Sara Olsvig við fakblaðið Arbejdersen, sambært KNR. Hóast stjórnarflokkarnir í Danmark hava skrivað í samgonguskjalið, at Palestina skal viðurkennast sum sjálvstøðugt land, fær uppskotið ikki undirtøku í fólkatinginum.Stjórnarflokkarnir vilja heldur bíða eftir eini felags fráboðan frá ES ella ST í málinum. Fer Danmark at ganga egnar leiðir í hesum málinum, órógvar tað tilgongdina hjá ST at viðurkenna Palestina, sigur uttanríkispolitiski framsøgumaðurin hjá sosialdemokratunum, Jeppe Kofoed, við Arbejderen. 129 av teimum tilsamans 193 limalondunum í ST hava longu viðurkent Palestina sum sjálvstøðugt land. Teirra millum er Ísland. Mynd Sara Olsvig, fólkatingskvinna fyri IA KNR Fyrst fari eg at gera vart við, at hetta er fyrstu ferð, at eg fái møguleikan at svara spurningum í hesum málinum. Soleiðis segði fyrrverandi íslendski forsætisráðharrin, 60 ára gamli Geirr Haarde, tá hann kom fyri rættin í dag, ákærdur fyri sín leiklut í bankaskrædlinum í Íslandi í 2008. Geir Haarde hevur áður sagt, at rættarmálið er ein glantrileikur. Ein frágreiðing, sum varð gjørd í 2010, sigur, at fýra politikarar høvdu ein týdningarmiklan leiklut, tá bankarnir fóru. Men Altingið samtykti í september 2010, at bara Geir Haarde skuldi koma fyri rættin. Rættarmálið varir 10 dagar, men enn er ógreitt, nær dómur fellur. Í ringasta føri kann fyrrverandi forsætisráðharrin fáa tvey ára fongsulsrevsing. Geir Haarde verður lagdur undir at hava latið sum einki, og fyri ikki at hava ávarað myndugleikar og politikarar um støðuna í fíggjargeiranum undan bankaskrædlinum. Geir Haarde sigur, at rættarmálið er ein glantrileikur, sum politiskir mótstøðumenn hava pallsett. Vit bjargaðu landinum undan húsagangi. Tað er eyðsýnt, um samanborið verður við støðuna í Írlandi, fyri ikki at tala um Grikkaland, segði Geir Haarde undan rættarmálinum. Maðurin, sum eftir ætlan skal gerast nýggjur formaður í Sosialistiska Vinstraflokkinum í Noregi, hevur lagt frá sær sum ráðharri. Audun Lysbakken hevur lagt frá sær sum ráðharri í barna og javnstøðismálum. Orsøkin er, at tað er komið undan kavi, at ráðharrastova hansara hevur játtað 154.000 krónur til ein felagsskap, sum í veruleikanum er undirdeild hjá ungmannafelagsskapinum hjá Sosialistiska Vinstraflokkinum. Eg havi ábyrgdina av teimum mistøkum, sum eru gjørd. Tí havi eg kunnað forsætisráðharran um, at eg leggi frá mær sum ráðharri, sigur Audun Lysbakken við norskar fjølmiðlar. Kristin Halvorsen, sum hevur verið forkvinna í SV seinastu mongu árini, leggur frá sær á landsfundi floksins í næstu viku. Audun Lysbakken er einasta valevni til formanssessin. Fyri løtu síðani varð greitt, at Kristin Halvorsen fyribils røkja málsøkini, sum Audun Lysbakken hevur umsitið í stjórnini. Tey, sum mistu pening, tá partabrævið í gamla EIk Banka varð niðurskrivað til 0, kunnu geva tapið upp á kapitalvinningssjálvuppgávuni fyri 2011. TAKS sendir í hesum døgum kapitalvinningssjálvuppgávu til slakar 8.000 skattgjaldarar. Hetta eru fólk, sum í fjør hava selt virðisbrøv sambært upplýsingum frá peningastovnum, og tey, ið áttu partabrøv í Eik. Men treytir eru fyri at geva tapið av partabrøvum upp á sjálvuppgávuni. Hall kann bert dragast frá kapitalvinningsskatti og ikki frá persónsskatti. Tað merkir, at hevur tú ikki vinning av øðrum virðisbrøvum, vinningsbýti ella renutinntøku, men hevur tú bert eitt staðfest tap av virðisbrøvum, so hevur tú heldur ongan kapitalvinningsskatt at draga tapið frá, sigur TAKS. Hall á kapitalvinningsuppgerðini kann uttan tíðaravmarking flytast fram og nýtast í uppgerðum næsta ár, til alt hallið brúkt upp. Tey, sum hava lænt pening at keypa partabrøv fyri, kunnu draga rentuna av láninum frá í kapitalvinningssjálvuppgávuni. Hall av slíkum rentuútreiðslum kann flytast fram til næsta ár, tó mesta lagi fimm ár. 19 ára gamli maðurin, sum fyri einum mánaði síðani varð varðhaldsfongslaður fyri eina neyðtøkuroynd í Viðarlundini í Havn, er nú skuldsettur fyri fýra aðrar neyðtøkuroyndir, allar í Havn. Á rættarfundi í morgun játtaði maðurin seg sekan í trimum skuldsetingum og partvíst sekan í einari. Neyðtøkuroyndirnar, maðurin nú eisini er skuldsettur fyri, vóru í juni í 2010, í juli og oktober í 2011 og hálvan januar í ár. Kvinnurnar, maðurin er skuldsettur fyri at gera seg inn á, vóru, tá tær blivu álopnar, ávikavist 26, 22, 21 og 20 ára gamlar. Tá maðurin fyri einum mánaði síðani var í grundlógaravhoyring fyri tilburðin í Viðarlundini fyrst í februar í ár, noktaði hann seg sekan. Eftir at ákærin hevði lisið tær fýra nýggju skuldsetingarnar í morgun, helt rættarfundurin fram fyri afturlatnum hurðum. Sambært skuldsetingunum gjørdu allar kvinnurnar harða mótstøðu og róptu um hjálp. Tað gjørdi, at skuldsetti maðurin fekk ikki framt tað, sum hann ætlaði. Tað eigur at gerast lættari hjá útlendingum at fáa arbeiði í Føroyum. Búskaparráðið mælir til at gera tað lættari hjá fólki úr øðrum londum enn Norðurlondum at koma til Føroya at búgva og arbeiða. Búskaparráðið vísir á, at OECD, felagsskapurin fyri búskaparligum samstarvi og menning, eisini hevur mælt til at gera eina smidligari skipan í Føroyum. Lítil og landafrøðiliga avbyrgd samfeløg hava brúk fyri so nógvari tilflyting sum gjørligt, tí brúk verður fyri arbeiðsmegi í framtíðini, sigur Búskaparráðið. Vandin fyri, at fólk, sum flyta til Føroya, fara at gera sær dælt av almannaveitingunum her er ikki stórur, heldur Búskaparráðið. Tí slíkar veitingar eru størri í grannalondunum. Vandi er heldur ikki fyri størri arbeiðsloysi í Føroyum. Fyrst og fremst faklærd fólk fara í onnur lond at arbeiða. Og í Føroyum er trot á faklærdari arbeiðsmegi. Búskaparráðið mælir til, at Føroyar fáa sær somu skipan sum Svøríki fyri at fáa fólk hendanvegin at arbeiða. Í Svøríki skulu fyritøkur lýsa størv leys í fjølmiðlum í minsta lagi 10 dagar, áðrenn ein útlendingur fær starvið. Harafturat skulu vanligir sáttmálar og aðrar reglur á arbeiðsmarknaðinum haldast. Mynd Thomas Dam, formaður, legði nýggjastu frágreiðingina frá Búskaparráðnum fram hósdagin Skúlin í Hoydølum hevði onga heimild til at burturvísa einum næmingi fyri at seta bilin á skeivum staði. Ásetingin um revsing í skilhaldsreglunum hjá Føroya Studentaskúla og HF skeiði í Hoydølum skal strikast. Tað sigur Løgtingsins umboðsmaður, sum eisini hevur biðið Mentamálaráðið um at strika ásetingina um revsing í kunngerðini, sum reglur skúlans vísa til. Skúlin í Hoydølum eigur skjótast gjørligt at strika ásetingina um burturvísing fyri at bróta skilhaldsreglur skúlans. Løgtingsins umboðsmaður hevur viðgjørt nógv umrødda málið um næmingin í Hoydølum, sum varð burturvístur fyri at bróta reglur skúlans um parkering. Niðurstøðan hjá Løgtingsins umboðsmanni er greið Avgerð skúlans, sum Mentamálaráðið annars staðfesti, var ólóglig. Løgtingsins umboðsmaður sigur, at tað er ein rótgrógvin løgfrøðilig fatan, at greið lógarheimild krevst til at áseta revsing fyri at bróta eina lóg ella eina kunngerð. Føroya Studentaskúli og HF skeið kann tí ikki brúka eina grein í studentaskúla kunngerðini sum heimild til at burturvísa einum næmingi fyri brot á reglur skúlans um parkering. Til tess krevst, at løgtingslógin um studentaskúlar hevur eina greiða áseting, sum loyvir revsing fyri brot á skilhaldsreglur skúlans. Og tað hevur lógin ikki. Februar mánaður setti met í lønargjaldingum og skatti, upplýsir Fíggjarmálaráðið. Í februar í vórðu goldnar tilsamans 685,6 milliónir krónur í lønum gjøgnum a skattaskipanina. Hetta eru 7,7 meira enn í februar í fjør, og samstundis tann besti februar mánaðurin nakrantíð. Sama ger seg galdandi fyri kommunuskattin, sum eisini var tann besti februar mánaðurin nakrantíð. Í februar í ár vórðu tilsamans goldnar 114,6 milliónir krónur í kommunuskatti. Hetta er 6,8 meira enn í februar 2011. Samlaði lands og eftirlønarskatturin var góðar 2 milliónir krónur størri í februar í ár enn í februar í fjør. Eftirlønarskatturin var 17,5 milliónir krónur í februar samanborið við góðar 11 milliónir krónur í januar. Ein frágreiðing til frávikið er helst ymsar barnasjúkur við nýggjueftirlønarskattaskipanini, sum kom í gildi 1. januar í ár. Hesar barnasjúkur fara at hvørva, tá ið vit koma longur út á árið, sigur Fíggjarmálaráðið. Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í umhvørvismálum, hevur avgjørt at játta tilsamans 1,4 milliónir krónur í stuðli til 10 verkætlanir til umhvørvisverndartiltøk. Lýst var við játtanini, og tá freistin var farin, hevði Innlendismálaráðið fingið 25 umsóknir. Tær 10 verkætlanirnar, sum verða stuðlaðar, eru hesar Størsta einstaka stuðulin, 490.000 krónur, fær Føroya Kommunufelag til framhaldandi virksemi á Agenda 21 skrivstovuni. Agenda 21 stovan fær eisini 100.000 krónur afturat til Umhvørvisátakið 2012 , sum er kappingin millum kommunur um best røktu bygd, best røktu bygda ella varðagøtu, best røkta neysta ella bátapláss. Eisini verður kappast um ársins grøna stovn og besta átak. Landsverk fær 200.000 krónur til eina ætlan, sum eitur oljubasing á sjónum . Talan er um eina skipan at fyribyrgja og rudda upp eftir oljudálking á sjónum. Føroya Náttúrugripasavn fær 164.000 krónur til fuglakanningar í Mykinesi og Nólsoy, meðan Bergur Olsen fær 85.000 krónur til framhaldandi fuglakanningar í Skúgvi. Umhvørvisstovan fær 110.000 krónur til eina verkætlan, ið eitur PFOS í úrvaldum matvørum, ið kunnu vera dálkaðar gjøgnum luftina . Enn ein almennur stovnur, Búnaðarstovan, fær 50.000 krónur til verkætlanina Fyribyrging og týning av rottu í Føroyum . Endiliga eru tvær játtanir til verkætlanir av meirum privatum karakteri. William Simonsen hevur fingið 96.000 krónur til eina verkætlan at skriva eina myndríka elektroniska hondbók, sum vísir tað, ein kann vænta av upplivingum í føroysku nátturuni gjøgnum ymisku árstíðirnar. Og Bellacentrum vær eisini 96.000 krónur til eina kanning av mosa og algum á bygningum og aliringum. Endamálið við ætlanini er at minka um nýtsluna av kemiskum evnum til at týna mosa og algur. Mynd Bergur Olsen hevur fingið 85.000 krónur til fuglakanningar í Skúgvi 18,5 prosent av atkvøðunum. Tað er eitt úrslit, sum danski forsætisráðharrin, Helle Thorning Schmidt ikki fegnast um. Úrslitið í nýggjasta veljarakanningini, sum var almannagjørd í gjárkvøldið, er søguliga vánaligt. Vinstriflokkurin hevði fingið 35,6 prosent av atkvøðunum, var val nú, og sambært kanningini er Vinstriflokkurin einsamallur størri enn teir tríggir samgonguflokkarnir tilsamans. Helle Thorning Schmidt, sum er stødd í Brússel, viðgongur, at hon ikki er fegin um vánaliga úrslitið í veljarakanningini, men hon sigur, at úrslitið fær hana at stríðast enn meir fyri tí, sum hon heldur vera rætt. Á valinum í september í fjør fekk danski Javnaðarflokkurin 24,8 prosent av atkvøðunum, og longu tá var talan um eitt søguliga vánaligt val. Orð stendur móti orði í spurninginum um, hvørt Danmark framvegis hevur ábyrgdina av teimum málsøkjum, sum Føroyar fyrr fingu endurgjald fyri, men sum nú eru blokkinum. Danski fíggjarmálaráðharrin, Bjarne Corydon, segði í fólkatinginum í gjár, at føroyska heimastýrið ræður einsamalt yvir pengunum, sum danir lata í blokkstuðli. Blokkurin úr statskassanum er ikki stuðul til einstøk málsøki, segði danski fíggjarmálaráðharrin, tá blokkurin var til triðju og endaligu viðgerð í fólkatinginum. Hesum vísir Edmund Joensen, fólkatingsmaður, fyri Sambandsflokkin aftur. Hann sigur, at sambært lógini um heildarveitingina verður ríkisveitingin útroknað eftir felagsmálunum. Felagsmálini eru heilusverkið, serforsorgin, fólkatrygging og ein partur av Havstovuni. Nakað annað er, at landsstýrið brúkar blokkin til ymisk onnur øki, sigur Edmund Joensen, sum vil vera við, at lógin um blokkstuðulin ásetur, at beinleiðis samband er millum støddina á blokkinum og felagsmálini. Hin føroyski fólkatingsmaðurin, Sjúrður Skaale, er í parti við Bjarne Corydon. Í einum svari til Edmund Joensen sigur Sjúrður Skaale, at støddin á blokkinum var upprunaliga roknað út eftir, hvussu nógv Danmark rindaði fyri hesi øki áður. Men tá blokkstuðulin varð settur í gildi, fall ábyrgd Danmarkar av hesum økjum burtur. Blokkstuðulin er ein generellur stuðul, og føroyskir myndugleikar ráða sjálvir fyri, hvussu pengarnir verða brúktir, sigur Sjurður Skaale. At upprunaligu málsøkini framvegis verða nevnd í sambandi við blokkin, og at møguligar yvirtøkur av ávísum málsøkjum hava við sær lægri blokk, broytir ikki tann lógarfesta veruleika, at Føroyar hava yvirtikið fulla ábyrgd av skipanunum , sum sagt verður í viðmerkingunum til lógina, sigur Sjúrður Skaale í svarinum til Edmund Joensen. Áhugin fyri at sleppa upp í part, tá makrelurin skal býtast í ár, er nógv størri enn í fjør, tá hann eisini var óvanliga stórur. Higartil hevur Fiskimálaráðið fingið 209 umsóknir um makrelloyvi. Millum umsóknirnar er ein frá samtakinum Sjófeli, sum er samtak hjá 103 útróðrarbátum í bólkunum fýra og fimm. Sjófeli søkir um 15 prosent av kvotuni, 22.250 tons, 216 tons upp á bátin. Sjófeli søkir eisini um loyvi til at fiska ein part av kvotuni við nótaskipi, sum samtakið ætlar at útvega sær. Sambært umsóknini frá Sjófeli, sum Óli Jacobsen hevur undirskrivað, er ætlanin, at samtakið seinni skal gerast eitt partafelag. Sjófeli vísir á í umsóknini, at í Norra fáa útróðrarbátar 15 prosent av makrelkvotuni. Sambandsflokkurin á Christiansborg vísir aftur tí, sum Bjarne Corydon, fíggjarmálaráðharri, segði í fólkatinginum í gjár, tá heildarveitingin fyri ár varð til triðju og endaligu viðgerð. Bjarne Corydon róði framundir, at einki samband er millum ríkisveitingina og felagsmálini, er eru mál, sum Føroyar og Danmark fíggja í felag. Fíggjarmálaráðharrin vildi vera við, at heimastýrið ræður einsamalt fyri blokkinum. Blokkurin úr statskassanum er ikki stuðul til einstøk málsøki, men pengar, sum heimastýrið ræður fyri, segði Bjarne Corydon. Hesum vísir Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin aftur. Hann sigur, at sambært lógini um heildarveitingina verður ríkisveitingin útroknað eftir felagsmálunum. Felagsmálini eru heilusverkið, serforsorgin, fólkatrygging og ein partur av Havstovuni. Hetta merkir, at verður til dømis serforsorgin yvirtikin, minkar blokkurin samsvarandi. Í løtuni er upphæddin, sum danir gjalda til hetta málsøkið, 213,3 milliónir krónur. Nakað annað er, at landsstýrið brúkar blokkin til ymisk onnur øki, sigur Edmund Joensen. Men lógin ásetur, at beinleiðis samband er millum støddina á blokkinum og felagsmálini, sigur hann. Gongst sum ætlað verður nýggja Airbus flogfarið hjá Atlantsflogi latið eigarunum 22. mars. Flogfarið verður sett saman á verksmiðju í Hamburg. Tað er málað, motorarnir eru festir undir veingirnar, og partar av kabinuni eru eisini settir í. Um einar 14 dagar verður flogfarið royndarflogið fyrstu ferð. Í gjár vitjaðu Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, og Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, Airbus verksmiðjuna í Hamburg, har umboð fyri Atlantsflog og Airbus tóku ímóti. Teir fingu kunning um nýggja flogfarið og framleiðsluna hjá Airbus. Bæði løgmaður og landsstýrismaðurin eru hugtiknir. Tað var ein stolt sjón, og tað verður ein søguligur dagur, tá flogfarið verður latið føroyingum. Hetta er fyrstu ferð, at eitt flogfar er bygt til at røkja flúgving upp á Føroyar, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. Johan Dahl, landsstýrismaður, heldur tað hava stóran týdning fyri Føroyar og samferðsluna við umheimin, at vit fáa eitt nýtt tíðarhóskandi flogfar til Føroya flúgvingina, og at flogvøllurin er dagførdur. . Eg ivist ikki í, at hetta nýggja flaggskipið í flotanum hjá Atlantsflogi fer at tæna Føroyum væl, sigur Johan Dahl. Á myndini síggjast Johan Dahl, landsstýrismaður, Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi, og Sámal Danielsen, flogovasti. Skal tað verða ókeypis at koyra í undirsjóvartunlunum, skal tað eisini verða ókeypis at sigla við Strandferðsluni. Alsamt fleiri borgarstjórar koma upp í leikin um tunlarnar. Nú hava teir fýra borgarstjórarnir í Sandoynni havt fund og skrivað eina yvirlýsing. Teir átala harðliga og taka frástøðu frá tí, sum borgarstjórarnir í Klaksvík og Vága kommunu hava sagt um undirsjóvartunlarnar. Allir føroyingar hava goldið Norðoyatunnilin og Vágatunnilin, siga teir fýra borgarstjórarnir í Sandoynni. Tí eiga øll, eisini vágafólk og norðoyingar, at vera við til at gjalda útbyggingar í samferðsluni í framtíðini, eitt nú Sandoyartunnilin. Borgarstjórarnir í Sandoynni skriva eisini í yvirlýsingini, at um ferðandi gjøgnum undirsjóvartunlarnir skulu sleppa undan at gjalda, tá tunlarnir eru goldnir, skulu ferðandi á sjóvegis farleiðunum eisini sleppa ókeypis. Øll fíggjarnevndin tekur undir við uppskotinum hjá Karsteni Hansen, landsstýrismanni, um at umbyggja og umvæla Klaksvíkar Sjúkrahús. Arbeiðið skal í mesta lagi kosta 15 milliónir krónur, og mett verður, at tað kann gerast yvir trý ár. Meginparturin av virkseminum á sjúkrahúsinum er í hølum, sum eru frá 1928 og 1959 60. Hølisumstøðurnar eru vánaligar og ótíðarhóskandi, men ætlanin um at arbeiða við samanløgdum deildum og fáa størri nyttu av fermetrum, kann ikki fremjast, uttan so at sjúkrahúsið verður umbygt og umvælt, sigur Heilsumálaráðið. Karsten Hansen hevur lovað fíggjarnevndini, at einki arbeiði verður byrjað, sum ikki kann gerast fyri játtaðu upphæddina. Eisini hevur landsstýrismaðurin vissað nevndina um, at neyvt eftirlit verður við arbeiðnum og byggiætlanini. Atkvøtt verður um málið í tinginum mikudagin, tá tað kemur til 2. viðgerð. Men sum fráleið fekk føroyska landsliðið tamarhald á dystinum, og spældu seg til nakrar góðar málmøguleikar. Men inn vildi bólturin tó ikki, og tá farið var til hálvleik, stóð framvegis á jøvnum 0 0. Eftir hvíldina vóru Føroyar ið stýrdu dystinum, men framvegis tóktist tað torført at fáa bóltin í netið, hóast nakrir málmøguleikar vóru, sum áttu at givið mál. Ikki fyrr enn tveir minuttir vóru eftir at spæla, eydnaðist tað Føroyum at skora avgerandi málið, og harvið vinna ein tepran 1 0 sigur. Odmar Færø setti tveir mans av á miðum vølli, og sendi síðani bóltin út í høgra borð til Sølva Vatnhamar. Miðvallarin úr Víkingi sendi bóltin væl inn fyri, og inni í brotsteiginum var Klæmint A. Olsen fyrstur á bóltinum. Við høvdinum legði hann Føroyar á odda 1 0, sum eisini bleiv endaliga úrslitið. Føroyar Kristian Joensen Jónas T. Næs, Jóhan Troest Davidsen, Erling Jacobsen og Hanus Jacobsen Hjalgrím Elttør, Pætur Dam Jacobsen, Jákup á Borg, Jústinus R. Hansen og Daniel Udsen Kristoffur Jakobsen Í seinna hálvleiki komu Rene Tórgarð, Hallur Hansson, Bogi Løkin, Sølvi Vatnhamar, Odmar Færø, Klæmint A. Olsen, Atli Danielsen og Viljormur Davidsen á vøllin. Bretska stjórnin hevur gjørt av at taka sendiharran og øll starvsfólkini á sendistovuni úr Sýrialandi. Tað er bretska svarið til versnandi støðuna í Sýrilanadi, sigur bretski uttanríkisráðharrin, William Hague. Tað er av trygdarávum, at eg havi gjørt av at taka øll starvsfólkini á sendistovuni og teirra næstringar heim, sigur uttanríkisráðharrin. Starvsfólkini á bretsku sendistovuni í Damaskus fóru úr Sýrialandi í gjár, og eru á veg til Bretlands. Bretland hevur kortini ikki kvett diplomatiska sambandið við Sýrialand. Sýriska sendistovan í London verður framvegis opin, og tann vegin fáa vit samskift, sigur William Hague. Hildið verður, at fleiri enn 7.500 fólk hava latið lív, síðani uppreisturin ímóti Bashar al Assad, forseta byrjaði fyri einum ári síðani Stendur tað til formannin í Framsókn skal eitt samráðingartoymi við serfrøðingum í framtíðini samráðast við onnur lond um fiskirættindi og annað tilfeingi. Poul Michelsen hevur boðað frá einum fyrispurningi til Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, um málið. Hann spyr um, spurnartekin kann setast við tær mannagongdir, ið vit higartil hava brúkt í samráðingum við onnur lond, og um løgmaður er sinnaður at lata eitt serstakt samráðingartoymi við breiðari og djúpari vitan standa á odda fyri samráðingunum. Poul Michelsen sigur, at tað er ein spurningur, um tað er neyðugt at gera avtalur við onnur lond um okkara rættindi. Er tað ikki nógv tryggari, at vit sjálvi veiða tað tilfeingi, sum vit eiga, og høvdu framtíðar íløgur og úrtøkur ikki hvílt á einum nógv tryggari grundarlagi, spyr formaðurin í Framsókn. Hann viðgongur, at vit helst noyðast at samráðast við onnur lond um summi av hesum rættindum, bæði fyri at vísa ein hóskandi altjóða atburð og tí, at tað í summum førum kann verða handilsliga skilagott. Men tá er tørvur á lærdum og royndum fólki. Poul Michelsen heldur, at samráðingartoymið skal mannast við fólki, ið hevur førleika innan fiskifrøði, havrætt, viðkomandi løgfrøði og altjóða keypmansskap. Endamálið er at fáa sum best burtur úr fyri Føroyar, sigur hann Eitt samtak við Búsetri, donsku BPP arkitektum, Landsbyggifelagnum og Sofusi M. Jakobsen vann kappingina um at byggja nýggja fimleikarhøll í Runavík. Tað varð avdúkað á samkomu í Runavíkar kommunu fyrrapartin. Fýra onnur samtøk bjóðaðu eisini upp á verkætlanina. Eftir ætlan verður farið at grava út í august, og gongst sum ætlað skal arbeiðið verða liðugt í september næsta ár. Nýggja høllin verður bygd aftur at verandi høll á ítróttarøkinum í Runavík. Hon kann bæði nýtast til fimleik og onnur tiltøk. Á ovaru hæddini verða fundarhøli, felagsøki og skrivstovur, og møguleiki verður eisini at gera venjingarrúm Nýggja Støkk høllin verður góðar 2000 fermetrar til víddar, og hon fer at kosta umleið 30 milliónir krónur. Katrin Kallsberg, lækni, er nýggj forkvinna í Javnstøðunevndini. Johan Dahl, landsstýrismaður, hevur valt nýggja Javnstøðunevnd. Hinir nevndarlimirnirni eru Guðrið Joensen, samskipari, sum umboðar løntakararnar, Niels Winther, ráðgevi, umboðar arbeiðsgevararnar, Marjun Magnussen, løgfrøðingur, umboðar Kvinnufelagssamskipan Føroya, og Jónleif Johannesen, lærari, umboðar skúla ,heilsu og almannaverkið. Javnstøðunevndin verður vald eftir tilmæli frá feløgum og stovnum á arbeiðsmarknaðinum. Virksemið hjá nevndini er í høvuðsheitum at hava eftirlit við, at javnstøðulógin verður hildin, at vera ráðgevi hjá myndugleikum, stovnum, feløgum og einstakligum í javnstøðuspurningum, og at geva tilmæli í javnstøðumálum. Nú eru tað bara føroyingar, sum eiga sølumiðstøðina, SMS, í Havn. Íslendska felagið, EB1, sum í 1998 keypti seg inn í SMS, hevur júst selt sína helvt í sølumiðstøðini. Nýggju partaeigararnir eru Gullak Madsen, reiðari í Hirtshals, sum hevur keypt 37 prosent, og partafelagið N.J.Mortensen á Tvøroyri, sum hevur keypt 13 prosent. Størsti eigarin í SMS, Niels Mortensen, eigur framvegis 50 prosent av samtakinum. Sjálvt um vit hava havt gott samstarv við íslendingar, fegnist eg um, at tað hevur eydnast okkum at fáa tveir sterkar, føroyskar viðspælarar í fyritøku okkara, sigur Niels Mortensen, stjóri og høvuðseigari í SMS. Í nevndini í SMS eru nú Christian Andreasen, Gullak Madsen, Gudmund Mortensen, Annfinn V. Hansen og Mogens Nielsen. Broytingarnar í eigaraviðurskiftunum fara ikki at ávirka virksemið hjá SMS, siga eigararnir. Mynd Verandi høvuðseigari, Niels Mortensen, her avmyndaður saman við nýggju medeigarunum. Frá vinstru Gudmund Mortensen, Niels Mortensen, Gullak Madsen og Desiree Mortensen. Ársúrslitið hjá tryggingarfelagnum Trygd fyri 2011 var 4,6 milliónir krónur fyri skatt. Eftir skatt var tað 3,7 milliónir krónur í avlopi. Úrslitið gjørdist sostatt munandi verri enn árið fyri, tá vinningurin var 20,4 milliónir fyri skatt. Kortini er leiðslan í felagnum nøgd við úrslitið, sum eftir umstøðunum er nøktandi , sigur Trygd í tíðindaskrivi í morgun. Orsøkin til slakari úrslitið er ódnirnar 24. november og jóladag, sum høvdu við sær óvanliga nógvar skaðar. 31. desember vóru øll skaðaendurgjøldini fyri ódnina 24. november skrásett at vera 19,6 milliónir krónur og fyri ódnina jóladag 3,8 milliónir. Men veruliga talið er munandi størri, tí allir tryggingarskaðarnir vóru ikki liðugt viðgjørdir um ársskiftið. Føroyska makrelkvotan verður at kalla tann sama í ár sum í fjør. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, ásetti kvotuna í gjárkvøldið, eftir at hava kunnað landsstýrið um avgerðina. Kvotan í ár verður 148.375 tons. Hon var 150.000 tons í fjør. Kvotan er minni í ár, tí fiskifrøðingar mæla til, at mesta loyvda veiðan í ár verður 1,08 prosent minni enn í fjør. Tí er føroyska kvotan eisini 1,08 prosent minni. Ísland minkaði eisini sína kvotu, men enn er ikki greitt, um hini strandarlondini fara at gera tað sama. Landsstýrið hevur enn ikki gjørt av, hvussu heildarkvotan skal býtast og eftir hvørjari skipan. Í gjár var lynsjstemningur móti Føroyum, tá Fiskivinnunevndin hjá ES tinginum viðgjørdi handilstiltøkini móti Føroyum. Men Jacob Vestergaard, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, ristir ikki í brókunum av ætlaðu átøkunum frá ES. Hann sigur, at føroyingar hava kravt sín part av makrelkvotuni, tí føroyingar hava eins góðan rætt at fiska makrel og ES og Noreg hava. At bara norðmenn og ES lond fiska burðardygt er langt úti, tí øll, sum fylgja við, vita, hvussu ES og serliga skotar hava borið seg í makrelfiskiskapinum. Teir skuldu heldur hugt at sær sjálvum, enn at finnast at føroyingum, sigur Jacob Vestergaard við útvarpið. Broytingin í skattastiganum, sum kom 1.januar í ár, flatskatturin, er grundleggjandi ófíggjað. Tað sigur Búskaparráðið í várfrágreiðing sínari. Flatskatturin er ikki fíggjaður við at hækka aðrar inntøkur hjá landi og kommunum. Skattainntøkur eru fluttar úr framtíðini, tí inngjøldini til eftirlønir verða nú skattað. Men hesar inntøkur minka sum frá líður, tá landskassin bara fær skattin frá inngjøldum til eftirlønir. Skattainntøkurnar hjá kommununum minka eisini sum frá líður, tá tær ikki longur fáa skattainntøkur frá útgoldnum eftirlønum. Tí mælir Búskaparráðið til at fíggja flatskattin við ognarskatti, umhvørvisgjøldum og tilfeingisgjaldi og strika undantøk og frádráttir í skattalógini og mvg lógini. Búskaparráðið mælir eisini til at minka rentustuðulin upp aftur meira. Og politikararnir fáa eina heilsan frá ráðnum, sum sigur, at yvirhøvur eru skattaumleggingar ikki fyrireikaðar serliga væl, og tær fáa heldur ikki nakra serliga holla fakliga viðgerð. Smálutir í skattaumleggingum, so sum skattaprosentið, verða oftast fyrireikaðir í løgtinginum ella í samgongusamráðingum. Ofta er fíggingin grundað á óvissar metingar um møguligar inntøkur til landskassan av eitt nú broyttari atferð hjá húsarhaldum. Búskaparráðið ivast eisini í, at flatskatturin fær fólk, sum arbeiða parttíð, at arbeiða meira, tí nýggi skattastigin er fyrimunur hjá fólki, sum fáa meira enn 250.000 krónur um árið í løn. Onnur hvør kvinna í Føroyum arbeiðir ikki fulla tíð. Mynd Thomas Dam er formaður í Búskaparráðnum Broytingarnar hjá Google merkja, at fyritøkan, í nógv størri mun enn áður, fer at hava eina vangamynd av tær liggjandi í dátugoymslum. Broytingarnar eru so umfatandi, at danska brúkararáðið nú rópar varskó. Mælt verður til, at øll ið hava eina konto hjá Google broyta nakrar kontoásetingar í Google og Youtube. Soleiðis kanst tú gera, fyri at verja teg á besta hátt, so sleppast kann undan, at fyritøkan goymir meira enn neyðugt um teg. Logga ikki á tína Google konto. Hetta er tað besta og samstundis mest einfalda, tú kanst gera fyri at verja teg. Á henda hátt veit Google ikki, hvør tú ert, tá tú ferðast á netinum. Google kann tískil heldur ikki knýta dáta saman við konto tínari. Uttanríkisráðið hevur fingið eina álvarsliga átalu frá Løgtingsins Umboðsmanni fyri handfaringina av einum uppsagnarmáli. Eg haldi, at viðgerðin av hesum máli hevur verið alt annað enn nøktandi. Tað er samstundis mín fatan, at Uttanríkisráðið í sambandi við sparingar og bygnaðarbroytingar als ikki hevur gjørt nakra meting av framtíðarvikrseminum og starvsfólkahópinum samanhildið við tær uppgávur, sum eitt skert Uttanríkisráð skuldi røkja. Tað sigur Løgtingsins Umboðsmaður, sum hevur viðgjørt eina kæru um uppsagnir av starvsfólkum í Uttanríkisráðnum vegna sparingar, í niðurstøðuni. Vísandi til ta vantandi fyrisitingarligu viðgerðina heldur umboðsmaðurin, at talan var um grundleggjandi mistøk í málsviðgerðini av uppsagnarmálunum, og gevur tí Uttanríkisráðnum eina álvarsliga átalu fyri hetta, verður sagt. Kæran snýr seg um grundarlagið undir og handfaringina av uppsagnunum av tveimum starvsfólkum. Uttanríkisráðið grundgav uppsagnirnar við sparingum, men kærarin heldur grundgevingarnar vera ósakligar, og hevur víst á, at orsøk er til at halda, at uppsagniarnar vóru skeivar. Kærarin metir, at tær uppsøgdu hava ikki hava fingið høvi til at gera viðmerkingar til veruligu uppsagnargrundirnar, sum tær meta vóru bygnaðarbroytingar. Umboðsmaðurin mælir løgmanni til at umhugsa at taka hetta málið uppaftur til nýggja viðgerð, og vil hava løgmann at lata seg frætta, hvat víðari hendir í málinum. Av tí at umboðsmaðurin heldur, at talan er um álvarslig brek við viðgerðini hjá Uttanríkisráðnum, verður álitið, samsvarandi sect 10, stykki 1 í umboðsmanslógini, sent formansskapinum í Løgtinginum til kunningar. Umboðsmaðurin ger annars ikki meira við málið. Órógvandi er at síggja, hvussu Sambandsflokkurin er farin av kós 100 dagar eftir, at ABDH samgongan varð skipað. Flokkurin hevur flutt seg frá sínum sosiala liberala grundstøði, og fryktandi er fyri, at hetta kemur flokkinum aftur um brekku, um kósin ikki verður rættað. Soleiðis skrivar Edmund Joensen, fólkatingsmaður og fyrrverandi løgmaður, formaður og løgtingsmaður Sambandsfloksins, í kronikk í Dimmalætting í dag. Edmund Joensen skrivar, at flokkurin fylgir í dag øðrum flokki á einari víðgongdari høgra liberalistiskari kós, har fá fyrilit eru fyri stevnu Sambandsfloksins . At Sambandsflokkurin er við til at skatta pensjónir við inngjald er eitt beinleiðis inntriv í persónliga frælsið hjá borgarunum. Hetta er eitt brotið sosial liberalt prinsipp, skrivar Edmund Joensen. Hann heldur, at tá pengar aftur fara at vanta í, er ikki óhugsandi, at gjøld ella skattur koma á pensjónirnar eisini, tá tær skulu gjaldast út. Sambandsflokkurin átti at hildið seg burtur frá slíkum, og inntrivið skuldi verið spolað aftur alt fyri eitt, skrivar Edmund Joensen. I kki skattapolitikkur hjá Sambandsflokkinum Hann heldur eisini, at skattapolitikkurin hjá samgonguni gongur ímóti sosialu liberalu stevnu floksins. Flatur skattur við nøkrum knekkum á kurvini ber í sær, at tey, sum forvinna minst, eru fyri vanbýti. Skipanin arbeiðir ímóti hesum bólki. Hetta er ikki rímiligt, og tað er ímóti prinsippinum um, at allir borgarar í útgangsstøðinum skulu hava somu møguleikar, skrivar fyrrverandi formaðurin í Sambandsflokkinum. Edmund Joensen sigur, at hevði Sambandsflokkurin tikið sítt politiska góðs og vallyfti í álvara, høvdu vit havt eina aðra stjórn í dag. Á ongan hátt var valúrslitið eitt ynski frá føroyingum um at seta eina víðgongda høgra liberalistiska kós til valdið, skrivar Edmund Joensen. Hann sigur, at vantandi samráðingarviljin hjá donsku stjórnini í málinum um at dagføra ríkisveitingina er beinleiðis úrslit av, at Sambandsflokkurin vrakaði Javnaðarflokkin sum samstarvsfelaga. 53 ára gamli Heini Trond Hansen er settur sum verkætlanarstjóri fyri Skúladepilin við Marknagil. Skúladepilin er størsta byggiverkætlan í Føroyum nakrantíð, og tí hevur Landsverk søkt eftir einum verkætlanarleiðara við drúgvum royndum innan størri bygningsverk av hesum slagi. Heini Trond Hansen, sum er ættaður úr Havn, hevur útbúgving sum diplomverkfrøðingur. Harafturat hevur hann tikið útbúgvng í leiðslu, projektstýring, virkis og samfelagsbúskapi umframt í vinnulívsrætti. Seinastu árini hevur Heini Trond Hansen, sum býr í Danmark, millum annað starvast hjá byggifeløgunum NCC, Pihl amp Søn, og síðani 2010 hevur hann starvast hjá Cowi í Aring rhus, Eitt skifti var hann eisini sjálvstøðugur ráðgevi. Heini Trond Hansen tekur við starvinum sum verkætlanarstjóri 1. apríl Spanska liðið hevði bóltin nakað meir enn okkara, og vóru tað eisini teir ið stýrdu spælinum, men veruliga vandamikið gjørdist tað ongantíð. Heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum skrivar, at føroyska verjan hevði gjøgnum allan dystin tamarhald á støðuni, og tá spaniólarnir royndu seg við langskotum, var Jákup Mikkelsen har hann skuldi vera. Sum heild spældu allir føroyingarnir ein góðan dyst, serliga Klæmint A. Olsen í álopinum, og Jákup á Borg á miðvøllinum, royndust væl. Føroyar Jákup Mikkelsen Jónas T. Næs Jóhan T. Davidsen , Odmar Færø Jústinus R. Hansen , Rógvi Baldvinsson og Viljormur Davidsen Hanus Jacobsen Hjalgrím Elttør Sølvi Vatnhamar , Atli Danielsen, Jákup á Borg Hallur Hansson , Pætur Dam Jacobsen og Bogi Løkin Klæmint A. Olsen Kristoffur Jakobsen . Kristian Joensen, Rene Tórgarð, Erling Jacobsen og Daniel Udsen komu ikki á vøllin. Í dag er seinasti dagur at lata tinginum uppskot, og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, sigur, at eini 30 lógaruppskot verða borin í tingið í hesum umfari. Løgmaður vísir á, at landsstýrið hevur kannað og góðtikið øll uppskotini. Og arbeitt verður eisini við nøkrum uppskotum aftrat, sum verða latin tinginum seinni. Eini 5 10 lógaruppskot verða ikki liðug til tíðina, og tey verða tí løgd fram seinni, sigur løgmaður. Tá freistin at lata tinginum uppskot er farin, er neyðugt við 17 undirskriftum frá tingfólkum til at leggja uppskot fram. Stjórin í løgtinginum, Súsanna Danielsen, vísir á, at fyrr komu eitt ella tvey mál eftir framløgufreistina. Hetta er nógv broytt, og tað vindur upp á seg, at landsstýrið kemur við lógaruppskotum, tá freistin er farin, sigur løgtingsstjórin. Umframt eini 30 lógaruppskot frá landsstýrinum hesa vikuna,fer andsstøðan eisini at lata løgtinginum fleiri uppskot til framløgu. Føroya Arbeiðarafelag mótmælir ætlanini um at strika regluna um, at óvirkaður fiskur skal fara um føroyska uppboðssølu, áðrenn hann fer av landinum. Landsins størsta fakfelag sigur, at kreftir eru frammi, sum royna at strika hesa reglu. Lógin ásetur, at fiskatilfeingið í føroyskum sjógvi er ogn Føroya fólks, og tí er tað skyldan hjá politikarunum at tryggja, at so stórur partur av hesum fiskatilfeingi verður virkaður av føroyskum løntakarum, skrivar Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, í eini grein. Hann visir á, at út ímóti 2000 føroyingar eru arbeiðsleysir. Føroya Arbeiðarafelag ávarar eisini ímóti at seta eina rullandi skipan við fiskiloyvum í gildi. Ein slík skipan fer í veruleikanum at gera, at øll fiskiloyvi verða savnað á fáum hondum, og møguleikarnir hjá øðrum virkisfúsum føroyingum at sleppa inn í fiskivinuna, verða nógv avmarkaðir, skrivar Georg F. Hansen. Mynd. Georg F. Hansen er formaður í Føroya Arbeiðarafelag Forseti Íslands, Ólafur Ragnar Grímsson, umhugsar nú at stilla uppaftur til forsetavalið í summar. Hann hevði annars ongar ætlanir um at stilla uppaftur, men mánadagin fekk hann avrit av undirskriftum frá meiri enn 30.700 íslendingum, sum vilja hava Ólaf Ragnar Grímsson at halda fram í forsetaembætinum. Ólafur Ragnar Grímsson sigur, at tað er hansara demokratiska og moralska skylda at umhugsa støðuna av nýggjum, nú hann hevur fingið so nógvar áheitanir um at stilla upp. Eg eri komin í eina støðu, sum eg hvørki hevði væntað ella ynskt. Tað ber í sær, at eg og konan noyðast at broyta ætlanir okkara, sum vit hava lagt fyri framtíðina, segði forsetin í ríkissjónvarpinum. Hann sigur, at hann fyrsta dagin fer at taka støðu til, um hann stillar uppaftur til forsetavalið ella ikki. Í sendingini fylgja vit einum heilsuhjálpara til arbeiðis, har nomið verður við støðuna innan heimarøktina, sum er ein tann mest týðandi parturin til at tryggja, at vit kunnu vera heima sum longst. Og hóast fleiri røktarheim lata upp í næstum, er framvegis langur bíðilisti til tey, sum ikki orka at bíða heima meira. Sendingin er á skránni hóskvøldið kl. 19 30 Ingun í Skrivarastovu hevur lagt til rættis Arbeiðsloysið í Føroyum var 6,7 prosent í januar. Tá vóru 1825 fólk arbeiðsleys, 41 fleiri enn í desember. 1641 fulltíðararbeiðsleys vóru skrásett á ALS og 184 hjá Almannastovuni. Men arbeiðsloysið í januar var tó verri enn so stórt sum í januar í fjør, ein mánað eftir, at Faroe Seafood fór av knóranum. Hagstovan viðger arbeiðsloysið á heimasíðuni í dag. Avleiðingin av húsaganginum hjá Faroe Seafood sæst best í tølunum fyri februar í fjør. Í september í fjør vóru 580 færri arbeiðsleys enn í februar. Men síðani er arbeiðsloysið vaksið aftur. Arbeiðsloysið er ikki komið niður aftur har, sum tað var á heysti 2010, tað er áðrenn Faroe Seafood fór á húsagang. Størsta arbeiðsloysið er hjá teimum elstu á arbeiðsmarknaðinum. Lættast er at fáa arbeiði hjá teimum 35 til 55 ára gomlu. Tað ávirkaði ikki kursin á partabrævinum í Bakkafrosti uppeftir, at føroyski alirisin í gjáramorgunin kunngjørdi, at vinningurin var góðar 320 milliónir krónur í fjør. Í gjár lækkaði partabrævið 1,78 krónur danskar krónur, lækkingin var 4,41 prosent. Í seinasta handlinum í gjár fóru 69 partabrøv fyri kursin 38,66 krónur danskar. Fyrr um dagin var tó ein størri handil, har kursurin var eina krónu hægri, 39,66 krónur Tá vórðu 1712 partabrøv keypt og seld. Bakkafrost er skrásett í keypsskálanum í Oslo. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fer í dag at kunngera føroysku heildarkvotuna fyri makrel í ár. Jacob Vestergaard vil tó ikki siga, hvussu stór føroyska heildarkvotan verður hesaferð. Men skulu vit meta út frá tí, landsstýrismaðurin hevur sagt í seinastuni, verður kvotan helst tann sama sum í fjør. Íslendingar hava ásett sína heildarkvotu, sum er eitt prosent minni enn í fjør. Gera føroyingar tað sama, verður heildarkvotan á makreli úti við 150.000 tons. Seinni verður heildarkvotan býtt millum ymsu skipabólkarnar. Leygardagin 18. februar klokkan 17.05 fekk løgreglan fráboðan um, at ein bilur hevði rent inn í ein garð við Vegin Langa í Hoyvík. Eitt vitni, sum sá hendingina, ringdi og boðaði frá, at bilurin hevði rent á, og at førarin síðani rýmdi. Tá løgreglan kom á staðið, vísti tað seg, at onnur nummarplátan var dottin av í stoytinum.Tí var lætt at finna fram til, hvør átti bilin, og løgreglan fór heim til mannin. Bilurin hevði fingið sjónligan skaða, eins og reyð máling av árenda garðinum var á bilinum, greiðir vakthavandi frá. Maðurin, sum hevði koyrt, varð tikin við á løgreglustøðina, har blóðroynd varð tikin. Royndin varð send til Danmarkar til kanningar. Tað kann taka einar tvær vikur, sigur vakthavandi. Tá úrslitið av blóðroyndini er greitt, verður støða tikin til, um maðurin verður ákærdur. Høvuðspersónurin í málinum er aðalstjórin í Vinnumálaráðnum, Arne Poulsen. Sambært aðalstjóranum boðaði hann sjálvur landsstýrismanninum frá hendingini, og Johan Dahl sendi síðani málið víðari til Løgmansskrivstovuna, ið hevur evstu ábyrgd av slíkum málum. Umframt at vera eitt politimál er hendingin eisini eitt mál fyri løgmansstjóran. Tí sum aðalstjóri skal Arne Poulsen lúka treytirnar í tænastumannalógini. Grein 9 í tænastumannalógini sigur, at Tænastumaður skal samvitskufult halda tær fyri starv hansara galdandi reglur, og skal bæði í og uttan fyri tænastu vísa slíkan atburð, sum starvi hansara sømir. Marjun Hanusardóttir váttar fyri útvarpinum, at málið í løtuni verður viðgjørt sambært grein 9 í tænastumannalógini. Í løtuni arbeiða vit við at fáa allar upplýsingar á borðið. Málð skal vera so mikið upplýst, at vit kunnu taka støðu útfrá grein 9, og har er tað ikki komið enn, sigur Marjun Hanusardóttir, sum ikki vil at gera fleiri viðmerkingar til málið. Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, sigur við útvarpið, at hann hevur gjørt avtalu við aðalstjóran um, at hann fyribils heldur fram í starvinum, meðan málið verður kannað. Arne Poulsen sigur við útvarpið, at hann er harmur um støðuna, og hetta skal ikki endurtaka seg. Stendur tað til Alfred Olsen, formann í løgtingsins Vinnunevnd, eiga línuskipini at fáa kvotuna á Flemish Cap í ár. Alfred Olsen skrivar í grein í bløðunum, at tað verður til gagns fyri alt samfelagið, um línuskipini fáa tey 2200 tonsini av toski á Flemish Cap. Hann sigur, at línuflotin verður endurnýggjaður við nýggjum frystilínuskipum, ið flyta fiskiskapin og framleiðsluna longur fram á leið. Og føroysku fiskavirkini, ið hava tørv á fiski, fáa hesi 2200 tonsini afturat. Tað fer at gera arbeiðið á virkjunum støðugari og at ávirka rakstrarúrslitið positivt. Alfred Olsen heldur, at flakatrolararnir, sum hava fiskað kvotuna á Flemish Cap seinastu árini, tola at missa hana, tí toskakvotan í russiska partinum av Barentshavinum er økt. Men eftir øllum at døma verða tað aftur flakatrolararnir, sum sleppa at fiska toskvotuna á Flemish Cap í ár. Vágaportalurin veit at siga frá Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, at umsitingin í ráðnum mælti til at lata flakatrolarunum kvotuna, og hesi tilráðing hevur landsstýrismaðurin avgjørt at fylgja. Sambært Jacobi Vestergaard hava reiðaríini hjá teimum trimum flakatrolarunum gjørt av at lata eitt skip fiska kvotuna á Flemish Cap og so mótrokna i kvotuni í Barentshavinum. Verkfallið hjá Pedagogfelagnum kostar limunum ein fjórðing av lønini fyri tíðina, verkfallið vardi. Limirnir fáa løn frá felagnum, men líkt er til, at teir fáa ikki meira enn 75 prosent. Treytin fyri at fáa pengar frá Pedagogfelagnum er, at fólk vóru við í tiltøkunum, felagið skipaði fyri í verkfallinum. Tey flestu vóru við, sigur forkvinnan, Maud Wang Hansen. Nevndin og tey 120 álitisfólkini eru saman um avgerðina at fara í verkfall. Hvør einstakur limur verður ikki spurdur, tí álitisfólkini umboða limirnar, sigur forkvinnan. Pengarnir, sum limirnir fáa frá felagnum, er limagjaldið. Kortini verður verkfalslønin flutt limunum sum A inntøka. Tað merkir, at hetta eru pengar, sum verða skattaðir tvær ferðir, tí fólk rinda limagjald av skattaðum pengum. Men hetta fáa fakfeløgini einki gjørt við, sigur Maud Vang Hansen. Verkfallið hjá pedagogunum og hjálparfólkjunum vardi í tríggjar vikur og ein dag. Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum. Herfyri kom eitt uppskot undan kavi, sum fyrrverandi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jákup Mikkelsen, hevði sent til hoyringar. Sambært uppskotinum skuldu veiðiloyvini verða rullandi í 12 ár, er at eitt reiðarí altíð hevur loyvi í 12 ár, og at tað verður endurnýggjað, tá tey 12 árini eru farin. Tað elvdi til hvast orðaskifti, og sjálvt løgmaður segði, at hann kendi einki til uppskotið. Eisini onnur í samgonguni tóku frástøðu frá uppskotinum Kjakið í Degi og Viku í kvøld fer at snúgva seg um rullandi veiðiloyvi, og um endurgjald skal latast, verða loyvini tikin innaftur. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, og Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, verða gestir við kjakborðið. Beinta Løwe Jacobsen er vertur. Norska oljufelagið Statoil fer at leiga nýggja veitingarskipið Sjóborg, sum stendur í gerð í Noregi. Sjóborg verður latin reiðarínum, Supply Service í Leirvík, 23. mars, og fer síðani beinleiðis til Bergen, har sáttmálaskeiðið við Statoil byrjar. Skipið er leigað í seks mánaðir, men møguleiki er at leingja leigusáttmálan í eitt ár. Umframt veiting fevnir sáttmálin eisini um oljurudding og bjarging. Øll manningin á Sjóborg verður føroysk. Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Supply Service, fegnast um sáttmálan við Statoil, sum er størsti operatørur í norskum øki. Sáttmálin staðfestir eisini góða arbeiðið, sum manningin á hinum báðum veitingarskipunum hjá reiðarínum, Eldborg og Saeborg, hevur avrikað, sigur Jens Meinhard Rasmussen. Tríggir flokkar og tríggir lærarar færri. Tað er støðan á Tekniska Skúla í Havn eftir summarfrítíðina. Undanfarin ár hava vit spart alt annað, men nú mugu vit eisini skerja undirvísingina, sigur Egon Øregaard, skúlastjóri, við Útvarpið. Hann vísir á, at Tekniski Skúlin á hvørjum ári havnar umsóknum frá eini 100 ungdómum. Nú skúlin strikar tríggjar flokkar, verða einir 45 næmingar færri eftir summarfrítíðina. Talan er um tveir SIT flokkar innan bil og hár, og ein flokk við byggitøkningum. Tríggir lærarar eru eisini sagdir úr starvi. Tað kemur fram í einum skrivi, sum Tekniski Skúli hevur sent Mentamálaráðnum, og sum Vágaportalurin hevur fingið fatur í. Í skrivinum verður gjørt vart við, at útgerðin, sum brúkt verður í undirvísingini á Tekniska Skúlanum í Havn, er ótíðarhóskandi. Hon er ikki dagførd seinastu árini. Elstu bilarnir á bildeildini eru 20 ára gamlir, og sambært skrivinum er útgerðin á El deildini,Timburdeildini, Stíl og Sniðdeildini og Smiðjudeildini heldur ikki endurnýggjað nóg væl. Talan er um eitt skriv frá Tekniska Skúla í Havn, sum kunnar Mentamálaráðið um, hvørjar skerjingar eru neyðugar at fremja, tá Mentamálaráðið ikki vil lata skúlanum størri játtan. Í Mentamálaráðnum ivast tey, um Tekniski Skúli í Havn av sínum eintingum kann skerja í undirvísingarvirkseminum, tá skúlin fær á leið somu játtan. Hetta er í andsøgn við politikkin hjá samgonguni, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í skúlamálum. Hann hevur sett embætisfólk at kanna málið. Nakrar milliónir fóru úr landskassanum til ymsu vegarføringarnar í Leirvík til Norðoyatunnilin vegir, sum kortini ikki vórðu gjørdir. 1,4 milliónir fóru til uppskotið um at gera eina rennu frá havnarlagnum til neystini á Kráartanga. Vegurin oman fyri bygdina, sum heldur ikki kom, kostaði 900.000 krónur, og harafturat eru brúktar 2,6 milliónir krónur til vegin gjøgnum bygdina, sum nú verður brúktur. Higartil eru brúktar 17,4 milliónir til nýggja vegin, og Eysturkommuna hevur fingið fimm milliónir í endurgjaldi fyri bátahylin. Tað vísir eitt yvirlit, sum Innlendismálaráðið hevur gjørt um pengar, sum eru brúktir til Leirvíksvegin frá 2004 til 2011. 2,3 milliónir krónur vórðu sostatt brúktar til forkanningar og partvíst eisini til projektering til tvær loysnir, sum ikki blivu brúktar kortini, lokarennan og vegurin oman fyri Leirvík. Innlendismálaráðið hevur biðið løgtingið um fleiri pengar til vegin í Leirvík, sum nú kostar 49 milliónir krónur og ikki 45 mlliónir. Bakkafrost hevði 63 milliónir krónur meira í avlopi í fjør enn í 2010. Bakkafrost kunngjørdi roknskapin fyri 2011 í morgun. Úrslitið er 323 milliónir krónur eftir skatt, tað var 260 milliónir í 2010. Eginpeningurin fór beint upp um milliardina, og solvensurin er 46 prosent. Nevndin í Bakkafrosti fer at skjóta upp á aðalfundinum at lata vinningsbýti, eina krónu fyri hvørt partabrævið. Tað gevur 48,9 milliónir krónur í vinningsbýti til teirra, sum eiga felagið. Virksemið vaks nógv í fjør, tí Bakkafrost keypti Havsbrún og dótturfeløgini hjá Havsbrún. Fóðursølan vaks 43 prosent í fjør. Bakkafrost fekk fimm aliloyvi afturat. Felagið kundi tí lata upp eina nýggja deild, sum ger lidnar vørur. Okkurt um 30 fólk arbeiða á hesi deildini, sum er í Fuglafirði. Í 2011 vann Bakkafrost serliga pening við at selja feskan laks fyrra hálvárið og lidnar vørur seinna partin av árinum. Lidnar vørur verða seldar fyri prísir, sum eru avtalaðir fyri langa tíð í senn. Og hesir prísir vóru góðir seinna hálvárið, upplýsir Bakkafrost. Í fjør gjørdi Bakkafrost samtakið íløgur fyri 120 milliónir krónur. Í ár verða íløgurnar væntandi 115 milliónir krónur. Útlitini fyri 2012 eru góð, sigur Bakkafrost. Tøkan verður væntandi okkurt um 50.000 tons av kruvdum laksi. Ein partur er longu seldur sum lidnar vørur. Bakkafrost hevur 19 aliøki á 18 firðum og eigur 57 av aliloyvunum í Føroyum. 550 fólk arbeiða hjá Bakkafrosti. Skulu Vágatunnilin og Norðoyatunnilin vera við til at fíggja íløgurnar og viðlíkahaldið í einum almennum tunnilsfelagi, har Skálafjarðartunnilin og Sandoyartunnilin eisini eru við, verður tunnilsgjaldið 53,10 krónur báðar vegir. Tað hevur Landsverk roknað út í kanningini, sum Landsverk gjørdi fyri Innlendismálaráðið. Tá er roknað við, at Skálafjarðartunnilin og Sandoyartunnilin kosta eina milliard og 850 milliónir krónur. Og tá er roknað við, at tvær milliónir og 875.000 bilar koyra í teimum fýra tunlunum um árið. Landsverk roknar við, at til ber at lána pengar til nýggju undirsjóvartunlarnar fyri 4,2 prosent í rentu og við 20 ára afturgjaldingartíð. Í gjár kunngjørdi Landsverk eina kanning, sum sigur, at tunnilin millum Eysturoynna og Streymoynna kann gerast nógv bíligari, minst 40 prosent bíligari, um tað almenna eigur og rekur tunnilin. Kanningin hjá Landsverki verður eisini viðgjørd í Degi og Viku í kvøld klokkan 19, har Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, verður gestur. Føroya Tele fer nú at senda sjónvarp gjøgnum internetið tað sum á yrkismáli verður rópt IPTV. Sum frálíður verða nógvir møguleikar, men beinan vegin fer at bera til at leiga filmar og at síggja fleiri sjónvarpsrásir enn tær, sum loftborna Televarpið bjóðar, Seinni í ár fer eisini at bera til at síggja sendingar frá byrja, var tú ov seinur at tendra, tá sendingin byrjaði. Avtala er gjørd við ein svenskan útbjóðara, sum hevur 1700 filmar á skránni. Televarpið, sum er dótturfelag hjá Føroya Tele, hevur 10 ár á baki, og nú heldur Føroya Tele, at tíðin er komin at menna sjónvarpið. Meiri verður at frætta í Degi og Viku klokkan 19. Nærum 90 prosent av veljarunum atkvøddu fyri nýggju grundlógini í Sýrialandi, ið var til fólkaatkvøðu í gjár. Innanríkisráðharrin í landinum sigur, at 57,4 prosent av teimum, sum høvdu vælrætt, vóru á vali, 89,4 prosent atkvøddu fyri lógaruppskotinum. Andstøðan mælti til at boykotta valið, sum eitt nú USA hevur kallað láturligt. Meðan fólkið í Sýrialandi skuldi á val, boða mannarættindafelagsskapir í landinum frá, at minst 34 sivilfólk doyðu í harðskapi í gjár. Harumframt doyðu 23 hermenn í skotbardøgum. Andstøðan, sum í eitt ár hevur stríðst móti stýrinum hjá Assad, forseta, hevur boykottað valið, og kallar nýggju stýrisskipanina smyrsl. Serfrøðingar í Evropa vænta heldur ikki, at valið í gjár fær nakra ávirkan yvirhøvur á fólkaræðisligu støðuna í Sýrialandi, skrivar Ritzau. Ein neyðstreymsskipan er nú sett upp í Kollafirði, so kollfirðingar sleppa undan at kóka vatnið, tá streymurin fer. No brake skipanin hevur samband við vatnreinsiverkið. Hon tryggjar reinsiverkinum streym, tá streymslit er, soleiðis at reinsiskipanin ikki slóknar. Skipanin er í høvuðsheitum sett saman av battaríum og einum ljósmotori, sum tendrar av sær sjálvum, tá streymurin fer. Við hesum skuldi verið trygd fyri, at kollfirðingar sleppa undan at kóka vatnið, tá streymslit er hjá SEV, sigur Tórshavnar kommuna á heimasíðuni. Vesturvón hevur skjótt tænt fyri seg, og er nú sett á sølulista. Anfinn Olsen, reiðari váttar fyri útvarpinum, at hann nú arbeiðir við at finna eitt nýtt skip at fiska við loyvinum hjá flakatrolaranum Vesturvón. Vesturvón er nú 25 ára gomul, og tí er tíðin komin til at vit umhugsa, hvat vit ætla við skipinum. Tí hava vit sett hana á sølulista, sigur Anfinn Olsen. Reiðarin sigur, at leitað verður eftir einum nýggjari skipi at avloysa Vesturvón, men hann vísir ikki aftur møguleikanum fyri at byggja nýtt skip. Vesturvón hevur staðið á sølulista í tríggjar vikur, og onkur fyrispurningur hevur verið frá útlendingum um skipið, men tað kann vera langt frá einum fyrispurningi til veruligan áhuga, staðfestir Anfinn Olsen. Vesturvón er í løtuni á veg í Barentshavið til fiskiskap. Hon fór úr Føroyum leygardagin eftir at hava landað 800 tons av flaki í Fuglafirði. Mynd Sandoyarportalurin Fyrsta dagin fær Fiskimálaráðið umsókn frá manningunum á 200 útróðrarbátum í øllum landinum um at fáa makrelkvotu, skrivar Norðlýsið. Blaðið skrivar, at umleið 1000 mans manna teir 200 útróðrarbátarnar, sum eru í bólki 4, 5A og 5B. Útróðrarmenninir duga ikki at síggja nakra grundgeving fyri, at útróðrarflotin ikki skal hava møguleika at fiska makrel. Í umsóknini til Fiskimálaráðið verður víst á, at útróðurin er nógv skerdur, og seinast vórðu fiskidagarnir skornir 20 prosent. Norðlýsið skrivar, at útróðrarmenninir fara ikki hvør í sínum lagi at gera íløgur í útgerð, men ætlanin er at stovna eitt felag, sum skal leiga nótaskip. Spurningurin, um útróðrarmenn eisini sleppa upp í part í makrelveiðuni, varð reistur á almennum fundi í Klaksvík í síðstu viku. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sum var millum teirra, ið sótu við pallborðið, segði, at kemur ein umsókn, verður hon viðgjørd við vælvild, skrivar Norðlýsið. Samgongan ætlar, at pensjónsnýskipanin skal koma í gildi frá 1. januar næsta ár. Tað stendur í samgonguskjalinum, sum varð skrivað í november. Og tað ætlar samgongan framvegis, skilst á lagnum. Men fleiri av neyðugu lógarbroytingunum verða ikki framdar fyrr enn í seinastu løtu, tí flestu uppskotini, sum eru knýtt at pensjónsnýskipanini, verða ikki løgd fyri tingið fyrr enn í heyst. Bara eitt uppskot verður lagt fyri tingið í hesari tingsetuni, og tað kemur eftir, at framløgufreistin hjá løgtinginum er farin. Tað er sjálvt høvuðsuppskotið eftirlønarskattalógin sum skal avloysa rentutryggingarlógina. Tað uppskotið ásetur millum annað, hvussu eftirlønin skal samansetast, hvussu inngjaldið hækkar stigvíst, og hvussu viðurskiftini verða hjá teimum, sum hava pensjónir uttanlands. Atli Leo, aðalstjóri í Fíggjarmálaráðnum, sigur, at ein bólkur av embætisfólkum úr Fíggjarmálaráðnum og Taks hevur júst arbeitt við uppskotinum um pensjónsnýskipan, og landsstýrið fer nú at viðgera hesi tilmæli. Høvuðsuppskotið verður tískil ikki klárt at leggja fyri tingið, áðrenn freistin er farin, men ætlanin er at biðja um frávik frá framløgufreistini. Málið datt burtur Tað var í mars mánaði í fjør, at táverandi samgonga, sum vóru Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin, legði pensjónsnýskipanina fyri tingið. 12 lógaruppskot vóru lunnar undir skipanini, men tey komu ikki úr aftur nevnd, og duttu tí burtur. Sambært pensjónsnýskipanini skulu øll spara 15 prosent upp av lønini til eftirløn, og at pensjónsveitingar verða gjørdar skattskyldugar. Ætlanin var upprunaliga, at skipanin skuldi koma í gildi 1. januar í ár, men tað varð útsett til 1. januar næsta ár. Semja var ikki í politiska fylgibólkinum, sum varð knýttur at pensjónsnýskipanini. Millum annað helt andstøðan, at skipanin var ikki klár at leggja fyri tingið. Tað eru Fíggjarmálaráðið og Almannamálaráðið, sum skulu gera lógaruppskotini til pensjónsnýskipanina. Hvussu nógv lógaruppskot, talan verður um, er ógreitt, tí tað veldst um, hvørjar broytingar samgongan ger í upprunaligu pensjónsnýskipanini, sigur Atli Leo, aðalstjóri í Fíggjarmálaráðnum. Freistin at leggja lógaruppskot fyri tingið í hesari tingsetuni er 7. mars, men uppskotini skulu verða tinginum í hendi í seinasta lagi í ovurmorgin, er mikudagin. Hvørki Effo ella Fótbóltssambandið vilja upplýsa, hvussu nógv Effo hevur rindað fyri nýggja navnið. Christian Andreasen, forseti í Fótbóltssambandinum, sigur, at peningurin fer óskerdur til fótbóltsfeløgini í fremstu deildini. Avtalan tryggjar, at øll feløg í Effo deildini fáa ein eyka stuðul komandi trý árini, sigur Christian Andreasen. Norska oljufelagið Statoil hevur funnið nógva olju í Brasil. Oljan er funnin í Pao de Acucar, einar 20 fjórðingar úr landspartinum Rio de Janeiro. Fundurin er flokkaður sum high impact, og tað merkir, at nøgdirnar eru stórar, skrivar norska tíðindastovan NTB. Statoil upplýsir, at umleið 250 milliónir tunnur eru í hesum oljufundinum. Statoil eigur 35 prosent. Hetta er sætta oljuleiðin við stórum nøgdum, sum Statoil hevur funnið seinasta árið, og ætlanin er at gera fleiri leitiboringar í Brasil, sigur Statoil. Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, vil hava at vita frá Karsteni Hansen, landsstýrismanni í heilsumálum, hvussu hann fer at tryggja giktsjúkum nøktandi viðgerð, nú serlæknin í giktsjúkum hevur sagt úr starvi. Bjørt Samuelsen hevur sett Karsteni Hansen fyrispurning um málið. Hon spyr eisini, nær ein loysn fyriliggur, sum tryggjar, at viðgerðin ikki versnar, og hví tað ikki eydnaðist at fáa semju við serlæknan, sum hevur sagt seg úr starvi 31. mars. Bjørt Samuelsen sigur, at sjúklingar stúra fyri, at viðgerðin fer at versna, um vent verður aftur til skipanina við konsulentum, sum ikki kenna sjúklingum. Í november spurdi Bjørt Samuelsen eisini um málið, og tá svaraði Karsten Hansen, at hann fór at leggja nógv fyri, til tess at fáa loyst ósemjuna um arbeiðsumstøðurnar og sáttmálaviðurskiftini millum giktalæknan og avvarðandi myndugleikar. Sambært svarinum væntaði Landssjúkrahúsið, at ein avtala var greið tíðliga í 2012. Eyðsæð er eingin loysn funnin, tí sambært Dimmalætting hevur serlæknin nú sagt seg endaliga úr starvi, millum annað tí at hann heldur seg ikki kunna taka sær ábyrgd av støðuni, sigur Bjørt Samuelsen . Ein undirsjóvartunnil millum Eysturoynna og Streymoynna kann gerast munandi bíligari, um tað almenna eigur og rekur tunnilin. Tað sigur Landsverk, sum hevur kannað málið. Landsverk hevur gjørt kanningina eftir áheitan frá landsstýrismanninum í innlendismálum, og bæði landsstýrið og løgtingið eru kunnað um úrslitið. Fleiri møguleikar eru at skipa ognarviðurskifti og fígging, men munurin á almennum og privatum ognarskapi er stórur, vísir Landsverk á. Um eitt privat felag skal eiga og reka tunnilin, uttan at tað almenna á nakran hátt er uppií eitt nú ikki at veita trygd fyri fíggingini kann meirkostnaðurin fara at liggja millum 400 og 800 milliónir krónur. Tað veldst um, hvussu høg rentan á eini privatari verkætlan verður. Privata tunnilsloysnin kostar sostatt minst 40 prosent meiri enn tann almenna loysnin, sigur Landsverk. Um tunnilin skal fíggjast við tunnilsgjaldi, merkir hetta fyri ferðaprísin, at tað fer at kosta 37 krónur og 80 oyru at koyra gjøgnum ein almennan tunnil, meðan prísurin verður 79 krónur við eini privatari loysn munurin er 41 krónur og 20 oyru. Landsverk metir eisini, at verður Eysturoyartunnilin gjørdur sum ein almenn loysn, so eru góðir møguleikar fyri at lata tunnilin fíggja ein møguligan Sandoyartunnil. Hetta kann gerast við at seta ferðaprísin á báðum tunlum til 67 krónur. Landsverk arbeiðir eisini við tankanum at fíggja tunlarnar við øðrum inntøkum, eitt nú við at leggja eyka avgjald á brennievni og við at hækka vegskattin á øllum akførum. Um eina viku fer TAKS at senda framskundaða skattauppgerð og sjálvuppgávu fyri 2011. TAKS væntar, at øll hava fingið bræv frá TAKS í næstu viku. Tey, sum hava goldið ov nógv í skatti í 2011, fáa avlopsskattin á kontu fríggjakvøldið 16.mars, upplýsir TAKS. Av tí at 9.000 fólk mistu pengar, tá Eik kollsigldi, eru sjálvuppgávan og kapitalvinningssjálvuppgávan á tveimum sjálvstøðugum skjølum hesaferð. 9.000 eigarar vóru í gamla Eik Banka. Teirra partabrøv eru einki verd, og tey kunnu tí dragast frá í kapitalvinningsskatti fyri 2011. TAKS hevur valt at senda kapitalvinningssjálvuppgávu til allar 9.000 partaeigararnar í gamla Eik Banka, og skulu tey lata kapitalvinningssjálvuppgávuna 2011 inn fyri at fáa staðfest tapið í Eik. Fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum fingu tilboð um 1,2 prosent í lønarhækking um árið í trý ár. Tað avdúkar formaðurin í Lærarafelagnum, Herálvur Jacobsen, í oddagreinini í nýggjasta Skúlablaðnum. Men feløgini tóku ikki av tilboðnum frá Akseli V. Johannesen, sum var landsstýrismaður í fíggjarmálum í undanfarnu samgongu. Formaðurin í Lærarafelagnum viðger Fakfelagssamstarvið í oddagreinini. Hann skrivar, at longu í juni í fjør fór Fakfelagssamstarvið undir samráðing við Fíggjarmálaráðið um nýggjar sáttmálar fyri teir, sum fóru úr gildi 1.oktober. Tað var í vónini um at fáa samráðingarnar avgreiddar í góðari tíð. Aksel V. Johannesen gjørdi alt fyri eitt greitt, at sum støðan var, so var ikki pláss fyri stórum lønarhækkingum. Hinvegin legði landsstýrismaðurin dent á, at fyrilitaleysar sparingar gjørdu størri skaða enn gagn. Tí bjóðaði hann feløgunum 1,2 prosent um árið í trý ár. Hóast feløgini í Fakfelagssamstarvinum vóru ymisk á máli um lønarhækking, so vóru 1,2 prosent mett at vera ov lítið. Tí tóku feløgini ikki av, skrivar Herálvur Jacobsen. Sum frá leið gjørdist greitt, at løgtingsval fór at verða skrivað út í ótíð. Í Fakfelagssamstarvinum varð tosað um, um tað ikki var skilabest at skriva undir sáttmála fyri løgtingsvalið, tí nýggj samgonga kundi koma eftir valið. Hetta var ikki tikið í nóg stórum álvara, og tí hendi einki, skrivar Herálvur Jacobsen. VÍF var á odda ígjøgnum so at siga allan dystin. Eina løtu í seinna hálvleiki vóru vestmenningar á odda við heili seks málum, men so kom KÍF fyri seg. Tá lítið var eftir at dystinum var javnt, men VÍF kláraði at hála sigurin í hús. Sámal Joensen bleiv við fimm málum toppskjútti hjá VÍF. Ási Dam skeyt fýra fyri KÍF. Í hinum dystinum, sum bleiv spældur í dag, vann Team Klaksvík á útivølli á Kyndili. Úrslitið bleiv 24 27. Hálvleiksstøðan var 10 15. H71 vann í gjár á heimavølli 26 24 á STÍF. Enn er einki avgjørt í kappingini um at fáa annað plássið, sum gevur finalupláss móti KÍF. VÍF er á øðrum plássi og fýra stig aftanfyri er H71. H71 hevur tó leikt tveir dystir færri enn VÍF. Støðan 1. KÍF 17 dystir 30 stig 2. VÍF 18 dystir 22 stig 3. H71 16 dystir 18 stig 4. Neistin 17 dystir 16 stig 5. Team Klaksvík 16 dystir 12 stig 6. STÍF 17 dystir 12 stig 7. Kyndil 17 dystir 8 stig Komandi dystir 3. mars Kyndil VÍF 4. mars KÍF Neistin 4. mars Team Klaksvík H71 Mynd Savnsmynd Søkt verður nú eftir stjóra til endurstovnaða Ferðaráðið. Ferðaráðið varð endurstovnað sambært løgtingslóg frá 26. mai í fjør, og hevur til endamáls at selja, marknaðarføra og menna Føroyar sum ferðamannaland. Ferðaráðið er stovnur undir Vinnumálaráðnum, og stjórin kann vænta, at raksturin av stovninum verður samskipaður við raksturin av øðrum stovni á økinum hjá Vinnumálaráðnum, verður sagt í lýsingini. Umsøkjarar skulu hava hóskandi útbúgving, og útbúgving á kandidatstigi er ein fyrimunur. Eisini skal umsøkjarin hava royndir og ítøkiligt úrslit at vísa á innan sølu og marknaðarføring, hava seljaralyndi og sterkari persónligar eginleikar. Starvið sum stjóri á Ferðaráðnum er lønt ájavnt 37. lønarflokk hjá Tænastumonnum Landsins, men starvið er tó ikki tænastumannastarv. Eftirlønargjaldið er 15 prosent. Umsóknarfreistin er 19. mars. Líkt er til, at russiski forsætisráðharrin, Vladimir Putin, verður nýggjur forseti í Russlandi, og at hann verður valdur longu í fyrra valumfari 4. mars. Sostatt verður ikki neyðugt við einum valumfari afturat. Ein meiningakanning vísir, at Putin fer at fáa 55 prosent av atkvøðunum, og nakað tað sama hava aðrar meiningakanningar víst. Einki av mótvalevnunum fær meiri enn 10 prosent av atkvøðunum. Mótmæli hava verið í Russlandi síðani tjóðartingsvalið í desember, tí andstøðan hevur sagt, at valsvik varð framt, og at flokkurin hjá Putin fekk størri undirtøku, enn hann í veruleikanum átti. Andstøðan sigur, at útvið 100.000 fólk hava mótmælt. Men Putin hevur eisini undirtøku, og í gjár lýddu 90.000 fólk á, tá hann helt røðu á Luzhniki leikvøllinum í Moskva. Í valstríðnum hevur Putin millum annað boðað frá, at hann næstu 10 árini fer at nýta 4,3 milliardir krónur til russisku verjuna, og hann hevur eisini sagt, at eingin skal leggja seg út í innanhýsis viðurskifti í Russlandi. Hóast stovnurin minkar, er eingin ætlan um at friða ella verja lundan. Tað hevur Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna, fingið at vita frá Fiskimálaráðnum. Í svarinum, hon fekk frá Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni, stendur annars, at seinastu átta árini eru ongar ella fáar pisur komnar undan. Trý tey seinastu árini er lundin rýmdur frá eggunum Lundaveiðan er nógv minkað. Tað er tó ikki veiðan, men føðitrot, sum ger, at bara búfuglur og lundi, eldri enn átta ár, eru eftir. Í september í fjør bað táverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum, Johan Dahl, um loyvi frá løgtinginum til at friða lunda í eitt ávíst tíðarskeið. Lógaruppskotið datt tó burtur, tá løgtingsvalið varð fráboðað. Sambært svarinum hjá Jacobi Vestergaard er uppskotið ikki á veg aftur í Løgtingið. Fiskimálaráðið heldur tí framvegis, at neyðugt er at avmarka lundaveiðuna. Meðan norðmenn byggja sær nýggj fiskiskip, verða gomlu skipini seld til millum annað Føroya. Aftenposten skrivar, at í løtuni eru okkurt um 20 fiskiskip í gerð til Norra. 10 teirra verða bygd í Norra. Hetta eru serliga stórir trolarar, og teir kosta tilsamans hálva triðju milliard krónur. Aftenposten skrivar eisini, at gomlu norsku fiskiskipini verða seld til Føroya, Russlands og Íslands. Í síðstu viku varð nýggi trolarin Prestfjord latin eigaranum. Prestfjord, sum er bygdur í Norra, kostar 250 milliónir krónur Skipið hevur tríggjar kvotur, og skal fiska fyri góðar 90 milliónir um árið fyri at svara hvørjum sítt. Aftenposten skrivar, at endurnýggingin í norska fiskiskipaflotanum, sum nú er í gongd, minnir um tað, sum hendi fyrst í fýrsunum. Atlantic Petroleum hevði 67 milliónir krónur í avlopi eftir skatt í fjør. Úrslitið er heldur lakari enn árið fyri, tá yvirskotið var 109 milliónir eftir skatt. Umsetningurin hjá Atlantic Petroleum øktist harafturímóti, úr 422 upp í 435 milliónir krónur. Felagið útvann í fjør 737.000 tunnur av olju úr leiðunum Chesnut, Ettrick og Blackbird. Atlantic Petroleum fekk fleiri nýggj loyvi í fjør, og tað styrkir møguleikarnar fyri at útvinna olju í ár og næstu árini, sigur felagið í ársroknskapinum. Atlantic Petroleum roknar tí við at útvinna millum 700.000 og 800.000 tunnur av olju í ár. Borgarstjórar í Vágum og Norðoyggjum mótmæla, at Vágatunilin og Norðoyatunnilin verða nýttir at skuldarbinda aðrar íløgur í landsvegakervinum. Teir siga, at undirsjóvartunlarnir kundu bert gerast veruleiki, tí brúkararnir átóku sær at gjalda bummgjald. Tí er tað eitt álvarsligt álitisbrot móti tí fólki, sum búleikast og rekur vinnur í landspørtum okkara, tá tað nú frættist, at landspolitikarar tosa um at skuldarbinda undirsjóvartunlarnar til aðrar íløgur í landsveganetið, siga borgarstjórarni í opnum brævi til løgtingið. Teir vísa á, at tað eisini var ein avgjørd fortreyt, tá verkætlanirnarnir vórðu framdar, at bummgjøldini halda uppat, tá íløgan er niðurgoldin. Allar íløgur í Vágum og Norðoyggjum hava síðani verið gjørdar út frá hesum fortreytum, verður sagt. Borgarstjórarnir siga, at tað verður undir ongum umstøðum góðtikið, at bummgjøldini í Vágatunlinum og Norðoyatunlinum verða brúkt til annað enn at niðurgjalda skuldina í hesum báðum tunlum. Borgarstjórarnir, sum hava skrivað undir brævið til løgtingið, eru Albert Ellefsen fyri Vága kommunu, Sune Jacobsen fyri Sørvágs kommunu, Gunvá við Keldu fyri Klaksvíkar kommunu, Katrin Næs fyri Hvannasunds kommunu, Hans J. Kallsberg fyri Viðareiðis kommunu, og John Damberg fyri Kunoyar kommunu Mynd Teir seks borgarstjórarnir, sum hava skrivað opið bræv til løgtingið um ikki at skuldarbinda undirsjóvartunlarnir til aðrar íløgur Eingin atkvøddi ímóti, tá Tórshavnar býráð í gjárkvøldið samtykti at læna 50 milliónir frá BankNordik. Uppskotið varð samtykt við sjey atkvøðum hjá meirilutanum í býráðnum. Býráðslimirnir hjá minnilutanum, Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum, atkvøddu ikki. Lánið skal brúkast til at tryggja gjaldførið hjá kommununi. Umsitingin hjá býráðnum mælti til at hava eitt minsta gjaldføri, sum svarar til skattainntøkuna fyri ein mánað. BankNordik hevur boðið kommununi eitt 15 ára lán við fastari rentu trý tey fyrstu árini. 21 fyritøkur sleppa upp í part at bjóða upp á arbeiðið at byggja Marknagilsdepilin. Tað er greitt, nú Landsverk hevur viðgjørt umsóknirnar um undangóðkenning. Arbeiðið er boðið út í átta stórarbeiðstøkur Jørð, kloakk, betong og stálarbeiði Innilokan Innrætting El arbeiði HVS, luftskiftisskipanir Múraraarbeiði Málaraarbeiði Lendisarbeiði Articon, J amp K Petersen og E. Pihl amp Søn Føroyar bjóða sær til at gera allar átta partar av arbeiðnum við Marknagilsdeplinum. Hinar 18 fyritøkurnar bjóða sær til at gera partar av arbeiðnum. Talan er um føroya størstu byggiætlan. Marknagilsdepilin kostar sambært verklagslógini 391 milliónir krónur, umframt innbúgv og aðra útgerð fyri 60 milliónir krónur. Landsverk roknar við, at endaliga lisitatiónin verður í apríl. Hallið hjá føroysku kommununum verður 74 milliónir krónur í ár. Hetta eru góðar 20 milliónir meira enn í fjør. Landsbankin viðger eisini kommunurnar í búskaparmetingini, sum kom í gjár. Sambært fíggjarætlanunum hjá teimum 30 kommununum kostar raksturin góð trý prosent meira í ár enn í fjør, og íløgur verða gjørdar fyri knappliga 12 prosent meira. Sambært fíggjarætlanunum verður hallið 74 milliónir. Tað var 53 milliónir í fjør og 24 milliónir í 2010. Landsbankin væntar ikki so stóran vøkstur í rakstri og íløgum næsta ár, bara hálvt annað prosent, sum eisini verður vanligi prísvøksturin í 2013. Landsbankin sigur, at kommunurnar virka konjukturviðgangandi, og tað varð aftur staðfest í seinastu kreppuni. Tá búskaparliga niðurgongdin byrjaði í 2008, minkaðu flestu kommunurnar íløgurnar, og fleiri harafturat eisini raksturin. Nú útlit aftur fyri fleiri inntøkum, verða rakstur og íløgur hjá kommununum aftur øktar. Landsstýrismaðurin í vinnumálum framdi ikki lógarbrot, tá hann legði Arbeiðseftirlitið undir Heilsufrøðiligu Starvsstovuna. Tað metir Landsstýrismálanevndin, sum hevur viðgjørt eina kæru frá privatum borgara. Borgarin vísti í kæruni á fleiri viðurskifti á Arbeiðseftirlitinum, ið ikki hava verið í lagi, síðani stovnurin varð lagdur undir Heilsufrøðiligu Starvsstovuna. Landsstýrismálanevndin vísir í sínum svari á, at landsstýrismaðurin í vinnumálum í sambandi við samanleggingina sigur seg hava tryggjað, at hann framhaldandi er hægsti myndugleiki yvir arbeiðsumhvørvislógini, at Arbeiðseftirlitið er hjá einum stovni undir landsstýrismanninum, og at eitt óheft arbeiðsumhvørvisráð og ein vinukærunevnd framhaldandi virka samsvarandi lógini. Tað tekur landsstýrismálanevndin til eftirtektar. Nevndin metir ikki, at landsstýrismaðurin hevur fram lógarbrot, og nevndin ger tí ikki meira við málið. Klaksvíkar kommuna fyrireikar seg til, at eldraøkið verður lagt til kommunurnar at umsita. Býráðið hevur samtykt at seta eina arbeiðsbólk við fakfólki at lýsa verandi skipan og koma við uppskoti um, hvussu kommunurnar kunnu skipa eldraøkið í Norðurøkinum í framtíðini. Arbeiðsbólkurin skal eisini kanna rákið á økinum, ymisk tilboð til eldri, hvussu fólkasamansetingin og væntaða gongdin verður í framtíðini. Í arbeiðsbólkinum sita Elsba L tzen, økisleiðari hjá Nærverkinum í Norðoyggjum Annika Vágsheyg, leiðari fyri Norðoya Ellis og Røktarheim Einar Klakkstein, visitator innan eldraøkið Eyðbjørg Joensen, fysioterapeutur hjá Nærverkinum, og Jancy Biskopstø Klein, sosialdeildarleiðari hjá Klaksvíkar kommunu, sum eisini er forkvinna í arbeiðsbólkinum. Elsbeth Mercedis Gunnleygsdóttir, forkvinna í sosialu nevnd í Klaksvík býráð, verður eygleiðari í arbeiðsbólkinum. Elsbeth Mercedis Gunnleygsdóttir vísir á, at landsmyndugleikarnir ætla at leggja eldraøkið til kommunurnar at umsita í 2014. Tí er umráðandi, at Klaksvíkar kommuna sum skjótast fær yvirlit yvir hetta stóra og kostnaðarmikla málsøki, sigur hon. Arbeiðsbólkurin skal lata býráðsumsitingini álit innan 1. september í ár. Mynd Elsbeth Mercedis Gunnleygsdóttir er forkvinna í sosialu nevnd í Klaksvíkar býráð. Javnaðarflokkurin hevur skotið upp, at løgtingið skal heita á landsstýrið um at seta eina nevnd at kanna og leggja fyri tingið lógaruppskot, sum hevur til endamáls at minka marginalskattatrýstið og lønarskattatrýstið. Eisini skal nevndin vísa á ein ábyrgdafullan hátt at fíggja eina slíka skipan. Í nevndini skulu sita umboð fyri allar flokkar á tingi, fyri løntakarar og arbeiðsgevarar, og fakfólk, er skatta , búskapar og samfelagsfrøðingar. Javnaðarflokkurin sigur, at tað er ivasamt, um skipanin við at skatta eftirløn við inngjald at fíggja ein skattalætta, sum samgongan hevur sett í verk, er ein verulig fígging. Flokkurin sigur, at hetta er at framskunda inntøkur til skattalætta inntøkur, sum ikki verða tøkar í framtiðini, tá lutfalsliga nógv fleiri gomul verða enn í dag. Avleiðingarnar av hesum kenna vit ikki, sigur Javnaðarflokkurin. Sambært Hagstovuni er skattaprosentið í Føroyum 42 prosent av tøku bruttotjóðarúrtøkuni, meðan skattatrýstið í Danmark var 48 prosent og Íslandi 43 prosent í 2008 tølum. Aðrir skattir og avgjøld eru eisini roknað upp í samlaða skattatrýstið. Javnaðarflokkurin heldur, at hetta er greið ábending um, at rúm er fyri einari fult fíggjaðari skattaumlegging í Føroyum, uttan at økja bygnaðarliga hallið á fíggjarlógini. Uppskotið kemur til fyrstu viðgerð í tinginum týsdagin. Far til høvuðssíðuna hjá sendingini her Búskaparliga afturgongdin í føroyska búskapinum í 2008 og 2009 varð í 2010 vend til framgongd, men líkt er til, at føroyski búskapurin stóð í stað í 2011. Tað sigur Landsbankin í nýggjastu frágreiðing síni, sum varð kunngjørd fyrrapartin. Útlitini fyri 2012 eru ikki so bjørt, sum áður mett. Ein orsøk til hetta er, at føroysku húsarhaldini eru varnari at økja um sína nýtslu, og botnfiskaveiðan við Føroyar fer at hilnast heldur verri enn mett. Landsbankin metir, at BTÚ í ársins prísum í 2012 veksur við 2 . Tí er líkt til, at búskapurin eisini í 2012 stendur í stað, verður lagt upp fyri vøkstrinum í brúkaraprístalinum. Ein framgongd er tó at hóma í 2013, og Landsbankin metir, at vøksturin í BTÚ í ársins prísum verður 3 næsta ár. Landsbankin sigur soleiðis í niðurstøðuni Húsarhaldsnýtslan er størsti posturin í endaligu nýtsluni. Tað hevur tí stóra ávirkan á búskaparliga virksemið, um húsarhaldini broyta sín nýtsluatburð. Økja tey nýtsluna, so veksur búskapurin eisini. Hóast seinasta treystikanningin vísir, at húsarhald eru vorðin meira svartskygd aftur, so metir Landsbankin, at húsarhaldini fara at økja nakað um sína nýtslu í 2012 og 2013. Orsøkin til hesa meting er, at føroysku húsarhaldini eru ikki so illa fyri sammett við onnur lond. Eisini vilja tey spara minni upp vaksa nýtsluna , verður búskaparstøðan og útlitini meira støðug. Eftirlýsa bygnaðarbroytingar Búskaparvøksturin bíðar eisini eftir myndugleikunum. Tað almenna eigur við bygnaðarligum broytingum at fremja tiltøk, sum stuðla undir produktivitetsvøkstur, fyri harvið at fáa búskaparvøkstur. Broytingarnar ella tiltøkini, sum vera sett í verk, eiga í minst møguligan mun at skala eftirspurningin. Felags fyri átøk, sum kunnu fremja vøkstur, er, at tey taka tíð til tey virka. Skattaumleggingin hjá landsstýrinum er eitt dømi. Ein umlegging av fiskivinnuni, sum fer betur við fiskatilfeinginum og gevur betri lønsemi í fiskivinnuni er eitt annað. Umleggingar innan fyri heilsuverkið, skúlaverkið og almannaverkið, sum geva betri tænastu uttan at kosta meira, eru somuleiðis dømi. Fyrr tey verða sett í verk, fyrr virka tey. Tiltøk, sum minka hallið á fíggjarlógini skjótt uttan at skaða eftirspurningin, eru kanska ikki so nógv, men tey finnast. Eitt dømi er royndin í 2011 at útvega nýggjar inntøkur til landið fyri rættin at veiða makrel, stendur í frágreiðingini frá Landsbankanum. Victoria krúnprinsessa og Daniel prinsur í Svøríki fingu eina dóttur tíðliga í morgun. Hon er fyrsta barnið hjá teimum. Daniel prinsur hevði tíðindafund á Karolinska sjúkrahúsinum í Stockholm, og har greiddi hann frá, at dóttirin vigar 3.200 gramm, og er 51 sentimetrar long. Lítla prinsessan er fyrsta ommu og abbabarnið hjá Carl Gustav kongi og Silviu drotning. Nýfødda prinsessan er tann triðja í røðini at arva svensku trónuna. Tórshavnar kommuna skal læna 50 milliónir krónur frá BankNordik til at tryggja gjaldførið hjá kommununi. Umsitingin hjá býráðnum mælir til at hava eitt minsta gjaldføri, sum svarar til skattainntøkuna fyri ein mánað. BankNordik hevur boðið kommununi eitt 15 ára lán við fastari rentu trý tey fyrstu árini. Lántøkan verður viðgjørd á býráðsfundinum í kvøld. Tórshavnar kommunu hevur ikki lænt pengar síðani 2009. Ætlanin var at umfíggja avdráttirnar hjá kommununi í ár. Talan er um 11,5 milliónir krónur og tvey lán, annað frá Føroya Lívstrygging, hitt frá Eftirlønargrunni Havnar arbeiðsmannafelags. Lánveitararnir eru sinnaðir at lata avdráttarskáa í ár, so lánitíðin verður longd samsvarandi, og árligu lánsgjøldini verða tey somu eftir avdráttarskáan. Men nú er komið eitt nýtt tilmæli frá umsitingini, tí skattaintøkan í fjør var 20 milliónir krónur størri enn mett. Mælt verður tí til kortini at gjalda tær 11,5 milliónirnar í avdrátti í ár, so skuldin hjá Tórshavnar kommunu verður 214,5 milliónir krónur, tá árið endar. Granskingarráðið vil sleppa at umsita pengarnar hjá nýggja Sjúkrakassagrunninum. Grunnurin, sum fær pengarnar hjá teimum 11 sjúkrakassunum, skal lata stuðul til at granska og upplýsa um heilsuviðurskifti. Granskingarráðið sigur í brævi til Fíggjarnevndina hjá løgtinginum, at nógvar áhugaverdar granskingarverkætlanir bíða eftir pengum. Granskingarráðið sigur, at fyrisiting ráðsins er eitt sjálvsagt boð upp á ein stovn, sum kann umsita eina nýggja játtan til gransking, í hesum førinum gransking á heilsuøkinum. Sjúkrakassagrunnurin fær okkurt um 25 milliónir krónur frá sjúkrakassunum. Lógaruppskotið hjá Karsten Hansen, landsstýrismanni, um at stovna grunnin er í Fíggjarnevndini. Eftir at hava spælt 61 altjóða dystir fyri Føroyar, segði Jákup á Borg landsliðnum farvæl í 2010. Men nú hevur miðvallarin úr B36 aftur hug at spæla fyri landsliðið. Eg spældi alla kappingina í fjør, uttan at verða darvaður av skaðum. Í ár eru bara tríggir landsdystir á skránni, so vónandi kann eg vera við til tær uppgávurnar, sigur Jákup á Borg í stuttari viðmerking við heimasíðuna hjá FSF. Hugurin til landsliðið er veruliga komin aftur, so eg gleði meg nógv til venjingarleguna á La Manga í komandi viku, sigur Jákup á Borg. Leygardagin fer føroyska A landsliðið hjá monnum á venjingarlegu á La Manga í Spania. Umframt venjingar, eru eisini tveir dystir á skránni. Týsdagin verður spælt ímóti Real Murcia úr næstbestu deildini, og mikudagin í næstu viku skal føroyska landsliði royna seg ímóti La Union, sum spælir í triðbestu deildini í Spania. Magnus Heinason hevur verið sín fyrsta túr í ár, eftir at hava ligið í umleið tríggjar mánaðar í vetur, meðan ymsar umvælingar eru gjørdar við skipið. Fyrsti túrurin í ár var ein standardhydrografi túrur á 89 støðir, har hiti, salt, súrevni, ljós, fluorisens og æti verða mátað niður ígjøgnum sjógvin. Hesir túrar verða gjørdir fýra ferðir um árið fyri at fylgja við umstøðunum og broytingum í havinum kring Føroyar. Túrarnir eru eisini liður í altjóða granskingarætlan, sum Havstovan er partur av. Hetta slagið av túrum hava verið gjørdir síðan 1988, tó við smærri broytingum. Í ár eru støðirnar lagdar tættari landi, samstundis sum nýggjar støðir eru lagdar vestur úr Mykinesi. Hetta er gjørt fyri at fáa meira vitan um broytingarnar á Landgrunninum. Veðrið var ólagaligt á túrinum, men kortini vóru allar 89 støðirnar tiknar, skrivar Havstovan á heimasíðuni. Nú er líkt til, at saltfiskaframleiðarar aftur kunnu lata fosfat í fisk, sum verður seldur á ES marknaðinum. Síðani november hava eisini føroyskir saltfiskaframleiðarar mist pening, tí ES hevur sett forboð fyri at nýta fosfat í framleiðsluni. Fosfatið ávirkar eitt nú smakkin og litin á fiskinum, og hevur tí stóran týdning fyri prísin. Tá fiskurin verður útvatnaður, fer fosfatið úr honum aftur. Fosfat verður eisini nýtt i aðrari matvøruframleiðslu. Saltfiskaframleiðarar hava lagt trýst á ES nevndina um at aftur at loyva fosfati í saltfiski, og nú er líkt til, at tað fer at eydnast. Matvørunevndin í fólkatinginum viðgjørdi málið í morgun, og millum teirra, sum mæltu til, at fosfat kemur á listan yvir loyvd evni, var Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður. Ein samd nevnd tók undir við hesum. Málið kemur fyri í matvørunevndini hja ES mánadagin. Verður undirtøkan nóg stór, kemur fosfat aftur á listan yvir loyvd evni 1. juni. Maðurin, sum er skuldsettur fyri at hava beint fyri Dánjali Peturi Hansen fyrst í november í fjør, skal sita fýra vikur afturat í varðhaldi. Tað avgjørdi rætturin í dag fyri afturlatnum hurðum. Ákærin vildi hava varðhaldsfongslingina longda, millum annað tí at mentalkanningin av tí varðhaldsfongslaða enn ikki er liðug. 32 ára gamli maðurin, sum hevur verið varðhaldsfongslaður síðani 16. november í fjør, noktar seg sekan í manndrápi, uppysir verjin, Annfinn V. Hansen. Næstseinastu ferð, rætturin skuldi taka støðu til at leingja varðhaldsfongslingina, kravdi verjin, at rættarfundurin varð hildin fyri opnum hurðum. Men rætturin eftirlíkaði ikki kravinum. Grundgevingin hjá verjanum var, at tann varðhaldsfongslaði fekk ikki rættvísa viðgerð, tí løgreglan kom við so mongum einvísum upplýsingum til fjølmiðlarnar. Hetta hevur løgreglan ivaleyst tikið til eftirtektar, tí nú hoyrist ikki so nógv í fjølmiðlunum, sigur Annfinn V. Hansen, sum tí ikki bað um at hava rættarfundin vera fyri opnum hurðum hesaferð. Meðan sjúkrarøktarfrøðingar væntandi byrja samráðingarnar við Fíggjarmálaráðið í næstu viku, bíða heilsurøktararnir við sínum sáttmálasamráðingum til seinni í vár, tá Almanna og Heilsurøktarfelagið og Føroya Psykiatrifelag eru løgd saman. Vár í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, sigur, at teirra krøv eru fest á pappír og klár at senda Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum men hon vil ikki siga, hvat stendur á pappírinum. Umframt lønarhækking hava sjúkrarøktarfrøðingarnir eins og hini almennu fakfeløgini nøkur serkrøv. Differentiering í løn hóvar felagnum lítið, sigur Vár í Gong. Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar umleið 1.000 limir. Sáttmálin hjá heilsurøktarunum fór eisini úr gildi í oktober, men heilsurøktararnir vera neyvan teir fyrstu, ið standa í røðini at sleppa inn í fundarhølið hjá lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum á Argjum. Orsøkin er, at felagið, Almanna og Heilsurøktarafelag Føroya, skal leggjast saman við Føroya Psykiatrifelag seinni í vár, upplýsir Majbritt Mohr, forkvinna í Almanna og Heilsurøktarafelagnum. Samanleggingin krevur millum annað ein eykaaðalfund og ein aðalfund, og tí verður neyvan farið undir samráðingar fyrr enn eftir 21. apríl, tá feløgini væntandi verða løgd saman. Samanlagda Heilsurøktarafelagið hevur slakar 350 limir. Mynd Vár í Gong er forkvinna hjá sjúkrarøktarfrøðingunum. Nú eru sera lítil útlit fyri, at Neistin endurvinnur meistaraheitið í hondbólti hjá monnum, tí Neistin tapti móti STÍF á Skála í gjárkvøldið. Dysturin endaði 26 24. Hetta var dysturin, sum annars var komin langt áleiðis sunnudagin, tá ljósið fór í høllini á Skála. Tá var seinni hálvleikur komin í helvt, og tá var STÍF á odda 18 14. Nú eru VÍF og H71 best fyri at koma í finaluna móti KÍF. KÍF hevur 30 stig eftir 16 dystir, VÍF hevur 20 stig eftir 17 dystir, og Neistin og H71 hava 16 stig, men Neistin hevur spælt tveir dystir fleiri enn H71. Ongantíð áður hevur føroyski útflutningurin verið so stórur sum í fjør. Vit útfluttu fyri útvið 5,4 milliardir krónur. Tað eru góðar 700 milliónir krónur meiri enn árið fyri, og vøksturin er 16 prosent í virði, sigur Hagstovan. Hóast skipaútflutningurin fyllir nógv, er framvegis talan um metútflutning, tá skip ikki eru íroknað. Tá skip ikki verða tald við, varð útflutt fyri umleið 322 milliónir krónur meiri enn í 2010. Hóast útflutningsvirðið er vaksið, er minni útflutt í nøgd. Fiskaútflutningurin er fýra prosent minni enn árið fyri. Hetta kemst av, at tað eru bara bólkarnir alifiskur og uppsjóvarfiskur, sum vaksa í nøgd. Allir hinir bólkarnir minka, serliga botnfiskurin og fiskaúrdráttir, sum til dømis fiskamjøl. Størsta vøksturin í útflutningsvirði hevur uppsjóvarfiskurin. Í 2011 útfluttu vit fyri meira enn 1,1 milliard krónur, og tað eru góðar 400 milliónir krónur meiri enn árið fyri. Serliga er tað makrelurin, sum gevur henda stóra vøkstur, skrivar Hagstovan. Alivinnan hevur útflutt munandi meiri av aldum fiski seinastu árini, og í fjør var vøksturin yvir 200 milliónir krónur samanborið við árið fyri. Í virði er vøksturin 15 prosen og í nøgd 29 prosent. Útflutningurin av alifiski er nú oman fyri hálva aðru milliard krónur. Meðan stórur vøkstur er í útflutningi av uppsjóvarfiski og alifiski, er afturgongd í serliga tveimum bólkum. Útflutningurin av botnfiski er minkaður 200 milliónir krónur. Størsta afturgongdin er í upsanum. Í nøgd minkaði útflutningurin av botnfiski meiri enn 18.000 tons í fjør. Í bólkinum fiskaúrdráttir er størsta minkingin í fiskamjøli. Orsøkin er vøksturin í alivinnuni, soleiðis at fóðrið, ið verður framleitt í Føroyum,verður brúkt í heimligu alivinnuni heldur enn at tað verður flutt av landinum. Mynd Tað eru serliga uppsjóvarfiskurin og aldi fiskurin, sum ger mun í útflutningstølunum fyri 2011. Klokkan hálvgum tvey fer fútin aftur at biðja Føroya rætt leingja varðhaldið hjá 32 ára gamla manninum, sum er skuldsettur fyri at hava beint fyri Dánjali Peturi Hansen fyrst í november í fjør. Maðurin varð varðhaldsfongslaður fyrstu ferð tann 16.november, og síðani er varðhaldið longt nakrar ferðir. Fútin fer í dag at biðja rættin leingja varðhaldið fýra vikur afturat. Fútin fer eisini at biðja um, at rættarfundurin verður hildin fyri afturlatnum hurðum. Skuldsetti maðurin verður mentalkannaður, og bíðað verður eftir úrslitinum av teirri kanningini. Eisini bíðar kriminalpolitiið eftir úrslitum av øðrum kanningum. Bergleif Brimvík, kanningarleiðari, dugir ikki at siga, nær málið verður sent fútanum, sum ger av, um skuldsetti maðurin skal ákærast. Verður maðurin ákærdur fyri manndráp, skal hann fyri nevningating. Eingin annar er skuldsettur í málinum um tann horvna Dánjal Petur Hansen. Leygarkvøldið klokkan sjey verður minningarløta fyri Dánjali Peturi Hansen á Gerðisvegi 34 í Saltangará, har Dánjal Petur búði. Eik banki sleppur ikki at ynskja børnum til lukku. Tað hevur bankin fingið at vita frá Brúkaraumboðnum. Eik banki sendi børnum bræv, tá tey fyltu 13 ár. Saman við brævinum var lýsingarblaðið At vera tannáringur. Samstundis sendi bankin foreldrunum bræv um brævið, sum barn teirra fekk frá bankanum. Men hetta er ikki eftir lógini um marknaðarføring, sigur Brúkaraumboðið. Brúkaraumboðið sigur, at persónlig brøv kunnu ikki sendast børnum uttan samtykki frá foreldrunum. Og at senda børnum føðingardagsheilsanir er eisini marknaðarføring, branding , og slíkar heilsanir kunnu tí heldur ikki sendast børnum uttan samtykki frá foreldrunum. Eik banki sendir nú foreldrunum brøvini til børnini, og so kunnu foreldrini avgera, um barnið fær brævið. Brúkaraumboðið fer eisini at kunna hinar peningastovnarnar um marknaðarføring mótvegis børnum og ungum Fleiri danskir peningastovnar umhugsa nú at geva kredittmetingarfyritøkuni Moody s durafjórðingin. Jyllandsposturin veit frá fleiri keldum, at leiðslurnar í fleiri donskum bankum og realkredittstovnum óformliga tosa um, hvørt tey skulu sleppa samstarvinum við Moody s, eftir at kredittmetingarfyritøkan hevur hótt við at lækka kredittmetingina hjá fleiri donskum peningastovnum. Nykredit hevur ongar viðmerkingar til málið, men Spar Nord, Jyske Bank og Sydbank umhugsa sína framtíð saman við Moody s. Tað er greitt, at tað, sum hevur hent, fær okkum at umhugsa, hvat vit yvirhøvur skulu brúka eina kredittmeting til. Tá vit hyggja at okkara viðurskiftum, eru vit á einum kredittmetingarstigi, sum vit ikki kunnu brúka serliga nógv. Um metingin fellur enn meira, hava vit enn minni brúk fyri henni, sigur samskiftisstjórin hjá Spar Nord, Ole Madsen, sambært Børsen. Bank Nordik hevur júst avgjørt at siga upp samstarvið við Moody s. Janus Petersen, forstjóri, sigur, at bankin er so væl fyri fíggjarliga, at hann hevur ikki tørv á at taka lán. Tí tað er bara í sambandi við lántøku, at bankin hevur brúk fyri kredittmeting, sigur Janus Petersen. Spurningurin til veljaran á fólkaatkvøðuni um kommunusamanlegging verður ikki bara um veljarans egnu kommunu. Fólk verða spurd, um tey taka undir við, at kommunurnar í teirra øki verða lagdar saman í eina kommunu. Økini eru sjey, sambært lógini um sjálvbodnar kommunusamanleggingar frá 2007. Fólk í Fugloy til dømis, sum er í øki 1, verða spurd, um tey taka undir við, at Norðoyggjar verða skipaðar sum ein kommuna Fólkaatkvøðan er ikki bindandi, men er bara vegleiðandi. Samanleggingarnar skulu verða framdar fyri kommunuvalið, sum verður 13.november í ár. Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, sigur, at í fyrstu atløgu eru ongar ætlanir um at leggja kommunur saman við lóg. Tá fólkaatkvøðan hevur verið, ætlar landsstýrismaðurin at bjóða kommunustýrunum í økjunum hvørt sær til fundar fyri at hoyra, hvat kommunurnar ætla. Kommunurnar fingu uppskotið um kunngerðina um fólkaatkvøðuna til hoyringar í gjár, og hava freist at svara til 9.mars. Landsstýrismaðurin hevur sagt, at fólkaatkvøðan verður 12. apríl. Hon er mett at kosta 1,3 milliónir krónur Landsstýrið ætlar at gera eina rullandi skipan fyri fiskirættindini, so skip altíð hava veiðuloyvi í 12 ár. Landsstýrið mælir til í lógaruppskoti, at orðingin í lógini um vinnuligan fiskiskap um, at galdandi skipan varir til 1.januar 2018 verður broytt til í 12 ár í senn . Hetta merkir, at fiskirættindini verða galdandi í 12 ár, so leingi tey ikki eru uppsøgd, og uppsagnartíðin er 12 ár. Tað merkir, at verandi veiðuloyvi, sum skuldu galda til 2018, sambært lógaruppskotinum verða galdandi til 2024. Tá næsta fiskiár byrjar 1.september næsta ár, fáa skipini aftur loyvi í 12 ár, so veiðuloyvið tá verður galdandi til 2025. Tá fiskiárið 2014 byrjar, vera loyvini galdandi til 2026, og so framvegis. Lógarbroytingarnar, sum nú verða gjørdar, skulu leggja virkiskarmarnar hjá vinnuni og umsitingarkarmarnar hjá myndugleikunum í eina trygga legu, tí greiðari ræðisrættur verður knýttur at loyvunum. Og peningastovnarnir fara aftur at fíggja fiskiskip, nú óvissan um framtíðina hjá flotanum ikki verður so stór, skrivar táverandi landsstýrismaður Jákup Mikkelsen í uppskotinum, sum hevur verið til hoyringar hjá millum annað vinnuni. Hoyringarfreistin var úti á middegi í gjár. Lógaruppskotið er dagfest 14.februar, tað er dagin fyri, at Jákup Mikkelsen varð loystur úr starvinum sum landsstýrismaður. Tvey ára sáttmálin, sum kemur í gildi við afturvirkandi megi frá oktober í fjør, sær í høvuðsheitum soleiðis út lønarhækkan á 220 krónur um mánaðin lønardifferentieringin millum hægri og lægri lønir er minni enn í upprunasáttmálanum. Orðingin um fyrireikingartíð er útgreinað tó uttan at tímatal er sett á. Klokkan 21.45 endaði pedagogverkfallið, sum hevur vart í tríggjar vikur. Í fundarhølunum í á fyrstu hædd í Fíggjarmálaráðnum skrivaði nevndin í Føroya Pedagogfelag undir ein 2 ára sáttmála við Lønardeildina á Fíggjarmálaráðnum og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Tað er í lagi, at BankNordik sleppur sær av við metingarfyritøkuna Moodys. Tað heldur danski bankaserfrøðingurin, Bjarne Jensen. Sambært forstjóranum í BankNordik hevur bankin sagt upp samstarvið við Moodys, tí brúk er ikki fyri metingunum. Vit hava ikki tørv á at læna pengar, og tíansheldur brúk fyri metingini hjá Moodys, sigur Janus Petersen. Bjarne Jensen, bankaserfrøðingur, vísir á, at peningastovnar rinda dýrt fyri kredittmetingarnar frá Moodys, og tá BankNordik ikki hevur brúk fyri hesum metingum, er avgerðin løtt at taka. Seinast lækkaði Moodys kredittmetingina hjá BankNordik og ávaraði samstundis um, at bankin nærkaðist einum stigi, har peningastovnar helst ikki vilja verða. Janus Petersen vísir aftur, at bankin vrakar metingarfyritøkuna, tí bankin ikki fær eina kredittmeting, sum bankanum hóvar. Átta stórir peningastovnar í ríkinum fingu í farnu viku eina fráboðan frá metingarfyritøkuni Moodys, at teir vóru á vandaleið, og at kredittmetingin helst fór at lækka. Hesir bankar eru Danske Bank, DLR Kredit, Jyske Bank, Nordea Danmark, Ringkjøbing Landbobank, Spar Nord Bank, Sydbank og Nykredit. Metingarfyritøkurnar hava verið fyri atfinningum, tí ongar ávaringar vóru frammi undan seinastu bankakreppu. Tí eru fleiri danskir serfrøðingar, sum halda, at lækkingin hesaferð hevur ikki so nógv upp á seg. Vit royna at røkka eini semju. Tað hava vit gjørt fyrrapartin, og tað fara vit eisini at gera klokkan fýra. Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, sum fyrrapartin boðsendi øllum pørtum í sáttmálatrætuni millum arbeiðsgevarar og pedagogar til samráðingarborðið í Fíggjarmálaráðnum. Steðgur er nú í samráðingunum, og partarnir kunna baklandið um fundin fyrrapartin. Avtalað er at hittast aftur í Fíggjarmálaráðnum klokkan 16. Maud Wang Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum, sigur, at fundurin fyrrapartin var konstruktivur, sum hon tekur til, og partarnir umrøddu tey viðurskifti, sum áður hava verið frammi í samráðingunum. Spurd, um nakað uppskot er lagt fram í samráðingunum, sigur Maud Wang Hansen, at hon hevur onga viðmerking, men at samráðingarnar verða tiknar uppaftur klokkan 16. Í løtuni eru samráðingarnevndirnar ikki so fjølmentar, sum tær vanliga eru. Á fundinum fyrrapartinum vóru bert tvey umboð fyri hvønn partin. Mynd Jørgen Niclasen hitti fyrrapartin umboð fyri Javna og onnur, sum vóru komin í Fíggjarmálaráðið at vísa sína misnøgd við støðuna í sáttmálatrætuni. Fráboðanarskyldan hjá myndugleikum og borgarum verður herd, tá nýggj barnaverndarlóg verður sett í gildi. Tað ætlar Annika Olsen, landsstýriskvinna, sum arbeiðir við einum uppskoti um nýggja barnaverndarlóg. Málið hevur verið fyri í landsstýrinum, og er nú til hoyringar í samgonguflokkunum. Eftir hoyringina verður uppskotið lagt fyri tingið. Sambært uppskotinum verða fakligu krøvini hjá starvsfólkum í barnaverndarumsitingini eisini herd. Annika Olsen ætlar at skipa barnaverndarøkini í størri eindir. Barnaverndarmál eru sera viðkvom og trupul at umsita. Við størri eindum verður fakligi førleikin styrktur, eins og trygdin hjá tí einstaka verður munandi betri, sigur landsstýriskvinnan í almannamálum. Aðalmálið í barnaverndarlógini er at verja barnið og at styrkja rættartrygdina hjá børnum og foreldrum. Eftir at Finnur Justinussen, sum bleiv toppskjútti í føroysku landskappingini í fjør, takkaði fyri seg og fór til Svøríki at spæla, hevur Víkingur leitað eftir nýggjum áleypara. Nú er hann funnin. Lasse Qvist hevur skrivað undir eitt ára sáttmála við Víking. Lasse Qvist spældi fríggjakvøldið venjingardyst, sum Víkingur vann 5 0 á ÍF. Lasse Qvist skeyt tvey mál og legði upp til tvey onnur. Hetta hevur eftir øllum at døma sannført leiðsluna í Víkingi um, at hann er tann rætti leikarin til álopsplássið í felagnum. Talan er helst um ein leikara, sum kann blíva ein av profilunum í føroysku kappingini. Lasse Qvist var, sum ungdómsspælari, knýttur at hollendska stórfelagnum, PSV Eindhoven, frá 2004 2005. Síðan 2009 hevur hann spælt fyri FC Nordvest, sum er í triðbestu donsku deildini. Har hevur hann spælt fimtan dystir og skotið tólv mál. Lasse Qvist hevur spælt 42 ungdómslandsdystir fyri Danmark. Fimm fyri U16 landsliðið, tjúgu fyri U17 landsliðið, tveir fyri 18 landsliðið, sekstan fyri U19 landsliðið og ein fyri U21 landsliðið. Mentanargrunnur Landsins hevur avgjørt at lata 40 listafólkum starvsløn til listaligt og mentanarligt arbeiði í ár. Elin á Rógvi og Torbjørn Olsen fingu játtað hvør sína árs starvsløn. Fimm listafólk fingu hálvt árs starvsløn. Tey eru Hanus G. Johansen, tónleikari, Høgni Mohr, rithøvundur, Archibald Black, listamaður, Hansina M. Iversen, listakvinna, og Poulina Jóanesardóttir, listakvinna. 33 listafólk hava fingið starvsløn í styttri tíðarskeið. Í ár hevur Mentanargrunnur Landsins latið tilsamans 117 mánaðarlønir fyri góðar 2,8 milliónir krónur. Okkurt árið hava listafólk fingið játtað starvsløn í trý ár men av tí at umsóknirnar vóru so mangar, har søkt var um starvsløn í styttri tíðarskeið, var ikki rúm fyri at játta eina 3 ára starvsløn í ár, sigur nevndin. Tilsamans vóru 138, ið søktu um starvsløn í ár. 225.000 krónur í íverksetarastudningi vórðu latnar trimum umsøkjarum. Mynd Elin á Rógvi hevur fingið starvsløn í eitt ár. Støðan á almenna arbeiðsmarknaðinum verður evnið í kjak partinum í Degi og Viku í kvøld. Í dag eru tríggjar vikur, síðani pedagogar og hjálparfólk fóru í verkfall. Nakrar samráðingarroyndir hava verið síðani, men einki er komið burturúr, og í dag sita partarnir aftur við samráðingarborðið. Pedagogfelagið hevur hert verkfallið, og hevur tikið øll undantaksloyvi aftur. Hetta rakar serliga stovnarnar undir Nærverkinum, sum hevur sett eina neyðætlan í verk. Við kjakborðið í sjónvarpsstovuni verða Sigrun Wardum, forkvinna í Javna, og Rósa Samuelsen, forkvinna í løgtingsins Trivnaðarnevnd. Vertur í kjakinum er Beinta Løwe Jacobsen. Mynd. Beinta Løwe Jacobsen er vertur í kjakinum í Degi og Viku. Um middagsleitið fekk Nærverkið at vita frá Føroya Pedagogfelag, at øll undantaksloyvi verða tikin aftur, og tí verður neyðætlanin, sum Nærverkið hevur arbeitt við, sett í verk. Neyðætlanin ber í sær, at nøkur búfólk á sambýlum verða send til hús, onnur verða flutt á aðrar stovnar, og uppaftur onnur verða savnað í Leguhúsinum í Nesvík, upplýsir Petra Johnsdóttir Joensen, stjóri í Nærverkinum. Umboð fyri Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Pedagogfelagið fóru aftur til samráðingarborðið klokkan 10 fyrrapartin. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, boðaði pørtunum til fundar. Fundurin varð niðurlagdur fyri løtu síðani. Maud Wang Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum, sigur, at fundurin hevur verið konstruktivur, sum hon tekur til, og at partarnir hava aftur umrøtt viðurskiftini, sum áður hava verið til umrøðu í samráðingunum. Maud Wang Hansen og Jógvan Philbrow, næstformaður, hava umboðað Pedagogfelagið í Fíggjarmálaráðnum fyrrapartin. Tey fara nú at kunna hinar nevndarlimirnar, og partarnir hava avtalað at hittast aftur klokkan 16. Arbeiðsgevararnir og Pedagogfelagið fara nú aftur til samráðingarborðið Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, váttar fyri útvarpinum, at hann hevur boðað til fundar klokkan 10. Vit hava gjørt tvær royndir í farnu viku, og nú gera vit eina afturat. Hesaferð møtast vit í einum minni forum, og mín vón er, at vit finna fram til eina loysn á málinum, sigur Jørgen Nicalsen, landsstýrismaður. Spurdur, hvussu nógva tíð hann hevur sett av til fundin, sigur Jørgen Niclasen, at hann setir ta tíð av, ið skal til fyri at finna fram til eina semju. Hesaferð verða bert seks fólk við á fundinum, sum verður hildin í Fíggjarmálaráðnum, tvey fyri hvønn av pørtunum. Fyri Fígggjarmálaráðið møta Jørgen Niclasen og Snorri Fjalsbak, stjóri á Lønardeildini. Fyri Kommunala Arbeiðsgevarafelagið møta Heðin Mortensen formaður og Anita Fuglø, skrivstovuleiðari. Fyri Pedagogfelagið møta forkvinnan, Maud Wang Hansen, og næstformaðurin, Jógvan Philbrow, skilir útvarpið. Løgmaður við útvarpið, at hann vónar, at ein loysn fæst á trætuni nú, so at sleppast kann undan, at undantaksloyvini á serstovnunum verða tikin aftur. Løgmaður hevur boðið norska forsætisráðharranum, Jens Stoltenberg, til Føroya á almenna vitjan, og vitjanin verður í mai, upplýsir Løgmansskrivstovan. Endamálið við vitjanini er at styrkja vinarbondini og samstarvið millum Føroyar og Noreg. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, sigur um vitjanina Jens Stoltenberg hevur leingi ynskt at vitja Føroyar. Føroyar og Noreg hava tøtt søgulig og mentanarlig bond og mong felags áhugamál eitt nú viðvíkjandi fiskivinnu og ES. Vitjanin er eitt gott høvi at umrøða hesi evni og styrkja samstarvið landanna millum. Skráin fyri vitjanina verða kunngjørd seinni. Politiski makrelbólkurin, sum løgmaður setti fyri nøkrum vikum síðani, hevði sín fyrsta fund í gjár. Bólkurin viðgjørdi, hvussu føroyski makrelfiskiskapurin í summar skal skipast, millum annað, hvussu kvotan skal býtast, um talan til dømis verður um eginkvotur ella felagskvotur. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sigur, at hann á fundinum í gjár fekk at vita frá flokkunum, hvat teir halda, og tað var ikki so stór ósemja á fundinum, sigur hann. Tilfeingisgjaldið var eisini umrøtt. Jacob Vestergaard fer nú at fyrireika kunngerðir og møguligar lógir um makrelfiskiskapin í 2012, men áðrenn nakað verður sett í gildi, verða hinir samgonguflokkarnir hoyrdir, sigur hann. Jacob Vestergaard sigur, at hann fyrsta dagin fer at áseta føroysku makrelkvotuna fyri 2012. Alt bendir á, at hon verður minst tað sama sum í fjør, 150.000 tons. Í politiska makrelbólkinum eru Kaj Leo Holm Johannesen og Bárður Nielsen fyri Sambandsflokkin, Jacob Vestergaard og Jørgen Niclasen fyri Fólkaflokkin, Jenis av Rana fyri Miðflokkin og Kári P. Højgaard fyri Sjálvstýrisflokkin. Jákup Sverri Kass verður nýggjur forstjóri í Vága Floghavn. Jakup Sverri Kass er í løtuni sølu og marknaðarleiðari hjá Atlantsflogi. Frammanundan var hann í einum líknandi starvi hjá Smyril Line. Jákup Sverri Kass tekur við eftir Dáva Reinert Hansen, sum fór úr stjórastarvinum í heyst. Stórur áhugi var fyri at gerast forstjóri í Vága Floghavn. 43 umsóknir vóru til starvið. Samrøða verður við Jákup Sverra Kass í útvarpstíðindunum klokkan 9. Avtalan um heildarveitingina úr ríkiskassanum fyri 2012 hevur verið ein tungur burður, men í morgin fer løgtingið at avgreiða málið. Tá uppskotið um blokkin fyri í ár varð lagt fram, stóðu 615,5 milliónir krónur í lógini sama upphædd, sum ríkisveitingin hevur verið síðani 2002. Men nevnt varð í viðmerkingunum, at upphæddin kundi broytast við samráðingum. Stutt eftir, at nýggja landsstýrið tók við í heyst, sendi Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, Helle Thorning Schmidt, forsætisráðharra, bræv, har landsstýrið bað um at fáa 150 200 milliónir krónur aftrat í blokkstuðli, og at hann verður prístalsviðgjørdur í framtíðini. Umbønin at hækka blokkin til dagsvirði varð ikki eftirlíkað, men samráðingarnar endaðu við, at heildarveitingin verður prístalsviðgjørd í framtíðini, og tí hækkar ríkisveitingin 8,6 milliónir krónur í ár, upp í 624,1 millión krónur. Hetta samtykti løgtingið eisini við aðru viðgerð fríggjadagin. Øll 19 tingfólkini í samgonguni atkvøddu fyri, og haraftrat fekk uppskotið atkvøðurnar hjá Henriki Old og Gerhardi Lognberg úr Javnaðarflokkinum. Lógin skal samtykkjast bæði í løgtinginum og fólkatinginum. Løgtingið avgreiðir málið í morgin, og fólkatingið samtykkir blokkstuðulin endaliga 1. mars. Støðan hjá teimum, sum búgva á sambýlum, verður lívshættislig, nú Pedagogfelagið tekur øll undantaksloyvi aftur. Tað sigur felagið Javni, í sambandi við at verkfallið hjá pedagogunum verður hert í morgin. Felagið vísir á, at av teimum 30 starvsfólkunum á Eirargarði eru sjey tænastumannasett. Tað sigur seg sjálvt, at tað ber ikki til at nýta starvsfólkaorku hjá sjey fólkum til 19 sera hjálparkrevjandi fólk, og serliga ikki yvir longri tíð, sigur Javni. Trivnaðartænastan hevur upplýst, at roynt verður at býta tænastufólkini runt á ymsu samdøgurstovnarnar. Landsstýriskvinnan í almannamálum verður kunnað um støðuna, og ætlanin er at biðja Pedgogfelagið um undantaksloyvi. Javni sigur, at verður undantak ikki givið, verður ruðuleiki í morgin, og leiðslan noyðist at senda húsfólk heim, har tað á nakran hátt letur seg gera. Felagið krevur, at partarnir fáa gongd á samráðingarnar alt fyri eitt. Vit stúra fyri, at skaði stendst av støðuni. Tað heldur ikki óhugsandi, at onkur liggur eftirá, annaðhvørt húsfólk ella starvsfólk, sigur Javni í dag. Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, vil nú hava vita frá løgmanni, um hann heldur, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum handfer samráðingarnar við Pedagogfelagið nóg væl, nú farið verður inn í fjórðu vikuna við verkfalli. Bjørt Samuelsen fer at seta Kaj Leo Holm Johannesen spurningin, tá munnligir fyrispurningar eru á skránni í løgtinginum mikudagin. Hon spyr eisini løgmann, um hann heldur tað vera nøktandi, at summi børn onga skúlagongd fáa undir verkfallinum, og um løgmaður ætlar at taka nøkur stig fyri at faa trupulleikarnar loystar. Bjørt Samuelsen sigur í viðmerkingum til fyrispurningin, at sáttmálatrætan millum Pedagogfelagið og arbeiðsgevararnar er alt ov itil til, at tað kann forsvarast, at samfelagið í stóran mun verður lagt lamið. Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, sum varðar av flestu arbeiðsplássunum á pedagogiska økinum, sigur seg vera til reiðar at finna eina loysn, og krúllan tykist ikki vera trupul at greiða, um veruligur vilji er til tess, sigur Bjørt Samuelsen. Hon sigur, at spurningarnir verða settir til tess at fáa fram, um løgmaður heldur, at tíðin er búgvin at leggja trýst á sínar landsstýrismenn at fáa loyst trupulleikarnar. Løgtingsgrannskoðararnir staðfesta enn einaferð, at eftirstøðan av meirvirðisgjaldi bara veksur, og teir mæla staðiliga landsstýrismanninum í fíggjarmálum til at broyta lógina, so eftirstøðurnar minka. Løgtingsgrannskoðararnir siga hetta í viðmerkingunum til landsroknskapin fyri 2010, sum teir annars biðja løgtingið um at góðkenna. Løgtingsgrannskoðararnir undrast eisini á, at ikki ber til at gera skrivligar mannagongdir um, hvussu fiskiloyvi skulu umsitast, og teir ætla at kanna hetta gjøllari. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur boðað frá, at Fiskimálaráðið kannar ikki, um eigara og avgerðarviðurskiftini eru í samsvari við ásetingarnar í lógini um vinnuligan fiskiskap, tí málini eru so ymisk. Løgtingsgrannskoðararnir átala og halda tað als ikki vera í lagi, at roknskaparreglugerðir ikki verða dagførdar. Bara fáir stovnar hava gjørt váðameting, og reglurnar um kunningartrygd eru tí ikki hildnar. Og hóast meira enn 15 ár eru liðin, síðani kravið um at skráseta almennar ognir kom í gildi, hava bara fáir stovnar dagført ognaryvirlit. Barnaútvarpið skipar fyri ársins grýlukapping. Send mynd inn til teldupostin netvarp kringvarp.fo av bestu grýluni, og vinn t shirt og annað gott. Spennandi verður tað so vist. Heilsan Barnaútvarpið Trygdarmiðstøðin í Klaksvík er ikki nakað eindømi um almennar byggiverkætlanir, sum fara av sporinum, siga løgtingsgrannskoðararnir, sum hava biðið Landsgrannskoðanina kanna fleiri byggiverkætlanir hjá tí almenna hesi seinastu árini. Løgtingsgrannskoðararnir hava biðið løgtingið góðkenna landsroknskapin fyri 2010. Í uppskotinum vísa løgtingsgrannskoðararnir á tær nógvu viðmerkingarnar, sum Landsgrannskoðanin hevur um roknskapin. Og at einki hendi, hóast víst verður á somu viðurskifti ár undan ári. Sjálvir hava løgtingsgrannskoðararnir eisini nógvar viðmerkingar. Teir átala millum annað byggimálið hjá Trygdarmiðstøðini, har sum framvegis er stórur ivi um ábyrgd og nær, arbeiðið verður liðugt. Løgtingsgrannskoðararnir nevna eisini framleiðsluhølini hjá Apoteksverkinum, sum kosta nógv meira enn upprunaliga ætlað. Teir átala harðliga roknskaparviðurskiftini hjá Uttanríkisráðnum og enn eina ferð átala teir harðliga, at nýggj forsorgarlóg ikki er komin enn. Síðani í nítiárunum hava landsstýrisfólkini í almannamálum boðað frá, at tey arbeiða við nýggjari lóggávu, og at øll almannalóggáva fór at verða lagað til føroysk nútíðarviðurskifti innan fyri stutta tíð, siga løgtingsgrannskoðararnir. Løgtingsgrannnskoðararnir halda tað heldur ikki vera í lagi, at bara 16 av 126 rakstrarjáttanum í fíggjarlógini hava upplýsingar um mál, avrik og úrslit. Mynd Framleiðsluhølini hjá Apoteksverkinum er ein verkætlan, sum hevur kostað nógv meira enn ætlað. Løgtingsformaðurin hevur mælt tinginum til at ógilda eina atkvøðugreiðslu. Talan er um atkvøðugreiðsluna við triðju viðgerð av uppskoti um ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar forskellige love om ændring af lov om anvendelse af tvang i psykiatrien. Orsøkin til hetta óvanliga stigið hjá løgtingsformanninum er, at bæði Jákup Mikkelsen og varamaður hansara í tinginum, Brandur Sandoy, atkvøddu um uppskotið fríggjadagin. Jákup Mikkelsen kom aftur í tingið mikudagin. Tað merkir, sigur løgtingsformaðurin, at samstundis fór varamaðurin úr tinginum. Men kortini atkvøddu báðir fríggjadagin. Tí hevur løgtingsformaðurin í einum uppskoti til samtyktar biðið tingið um at rætta mistakið, og at ógilda atkvøðugreiðsluna, sum var við triðju og endaligu viðgerð. Mentamálaráðið fer nú at kanna spurningin, um føroysk børn skulu í skúla seks ára gomul. Tað veit Skúlablaðið at siga. Í samgonguskjalinum stendur, at spurningurin um at lækka undirvísingarskylduna til 6 ára aldur verður lýstur og í áliti, sum Fólkaskúlaráðið gjørdi seinasta summar, verður mælt til at lækka skúlaaldurin. Tað er umráðandi at fáa henda spurningina væl lýstan, áðrenn endaliga støðan verður tikin, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, við Skúlablaðið. Hann ásannar, at føroysk børn fara seinni í skúla, enn børnini í grannalondunum. Men áðrenn støða verður tikin, er umráðandi at fáa spurningin væl lýstan, heldur hann Tað er umráðandi at hoyra allar partar, sum varða av børnum í hesum aldri, áðrenn stig verða tikin til at lækka skúlaaldurin, sigur landsstýrismaðurin, sum eisini heldur tað bera til at hyggja at royndunum hjá teimum trimum kommununum, sum longu hava sett forskúla á stovn. Arbeiðsbólkur verður settur sum skjótast at lýsa spurningin um, nær undirvísingarskyldan skal byrja. Enn er arbeiðssetningurin ikki gjørdur. Sambært Skúlablaðnum roknar landsstýrismaðurin við, at árið gongur, áðrenn útgreinandi arbeiðið er liðugt. Ferðslulógin fær ikki forðað fyri, at lendisfarandi akfør, ATV arar, skemma náttúruna. Slíkar ásetingar mugu vera í náttúrufriðingarlógini, ella má ein heilt nýggj lóg gerast um ferðslu á bøi og í haga við svensku lógini sum fyrimynd. Tað heldur Innlendismálaráðið, sum hevur gjørt uppskot um at broyta ferðslulógina, so hon eisini fevnir um lendisfarandi akfør. Uppskotið, sum kom í tingið fríggjadagin, gevur lendisfarandi akførum, sum eru arbeiðstól, avmarkað loyvi til at koyra á vegunum. Og koyrikort til bil ella motorsúkklu krevst fyri at koyra lendisfarandi akfar. Í lógaruppskotinum eru eisini nógv krøv um trygdarútgerð. Innlendismálaráðið sendi uppskotið til hoyringar og fekk nógvar viðmerkingar um tað. Ráðið Fyri Ferðslutrygd sigur millum annað, at koyring á almennum vegi við lendisfarandi akførum er ein munandi broyting í verandi ferðslumynstri og kann gerast ein nýggjur vandi fyri ferðslutrygdina. Føroya Kommunufelag mælir til, at hámarksferðin bara verður 30 km t í bygdum øki og 50 km t í óbygdum øki. Men Innlendismálaráðið heldur fast um ávikavist 50 km t og 60 km t. Serliga stúra nógv av teimum, sum hava ummælt lógaruppskotið, fyri náttúrini, fuglalívi og djóralívi. Fuglafrøðifelagið og Umhvørvisdeildin í Innlendismálaráðnum siga bart út, at besta loysnin hevði verið at banna lendisfarandi akførum á bøi og í haga. Umhvørvisstovan, Kommunusamskipanin og Kommunufelagið mæla til at seta avmarkingar í náttúrufriðingarlógina. Innlendismálaráðið ætlar, at broytingarnar í ferðslulógini skulu koma í gildi 1.juni. Nógv lendisfarandi akfør eru í Føroyum. Tey verða mest brúkt sum arbeiðstól. Løgtingið hevur longu eitt annað uppskot um lendisfarandi akfør. Tað uppskotið eigur Tjóðveldi, og uppskotið er í Rættarnevndini. Avleiðingarnar av verfallinum hjá pedagogunum raka nú eisini miðnámsskúlarnar Týsmorgunin fara Yrkisfelag Studentaskúla og HF lærara og Lærarafelag Handilsskúlans í samhugaverkfall við Føroya Pedagogfelag í 24 tímar. Tað merkir, at eini 200 lærarar í miðnámsskúlanum leggja arbeiðið niður týsdagin 150 studentaskúlalærarar og 50 handilsskúlalærarar. Og tað hevur við sær, at eingin skúlagongd verður á hesum útbúgvingum í Hoydølum, á Kambsdali, í Klaksvík, í Hovi og á Marknagili týsdagin. Íalt 1700 næmingar fáa frí. Umframt lærararnar á ymisku skúlunum fara nøkur starvsfólk á skúlabókagrunninum, sum eisini eru limir í Yrkisfelag Studentaskúla og HF lærara, í samhugaverkfall. Smápartafelagið Røkt, sum eisini søkti um at sleppa at seta vindmyllur upp í Neshaga, kærdi avgerðina hjá Elveitingareftirlitinum í fjør, sum gav SEV loyvi at seta myllurnar upp. Síðani hevur málið verið viðgjørt í Vinnukærunevndini. Vinnukærunevndin hevur nú staðfest avgerðina hjá Elveitingareftirlitinum, um at SEV var vinnari av fyrsta vindútboði gjørt sambært nýggju elveitingarlógini. Stjórin í SEV fegnast um avgerðina Vit fegnast um, at kærumálið er liðugt og síggja við spenningi fram til at seta nýggju vindmyllurnar upp sum skjótast , sigur Hákun Djurhuus, stjóri hjá SEV við heimasíðuna hjá SEV. 31. januar í ár skrivaði SEV undir treytaðan sáttmála við týska vindmylluframleiðaran ENERCON. Avtalað er, at tríggjar vindmyllur á 900 kW koma til landið og verða settar upp í Neshaga í august í ár Seinnapartin sendi nevndin í Føroya Pedagogfelag hetta skriv Føroya Pedagogfelag vil við hesum boða frá, at nevndin hevur tikið avgerð um at taka aftur øll undantaksloyvi, sum eru givin í samband við verkfallið, við virknaði frá týsmorgni tann 21. februar kl. 07.00 Vegna nevndina í Føroya Pedagogfelag, Maud Wang Hansen Summarfestivalurin og Klaksvík hava mist steypafinaluna um Løgmanssteypið í fótbólti til Havnina og Tórsvøll. Eftir at Løgmansfinalan í fótbólti tvey ár á rað hevur verið spæld í Klaksvík á Summarfestivalinum, er hon aftur endað í høvuðstaðnum á Tórsvølli. Tað hevur nevndin í Fótbóltssambandi Føroya avgjørt, og hesum kunnaði hon feløgunum frá á aðalfundinum á Hafnia í dag. Bæði mans og kvinnufinalan verða spældar 25. august á Tórsvølli í Gundadali í Havn. Tummas Lervig, formaður í Klaksvíkar Ítróttarfelag, skilir ikki avgerðina men góðtekur hana. Tað er ein avgerð, sum er tikin á einum hægri stað, sum vit ikki kunnu ávirka, og tað mugu vit bara fyrihalda okkum til, sigur Tummas Lervig. Christian Andreasen, FSF forseti vil ikki grundgeva fyri avgerðini men hann vísir aftur, at orsøkin er ónøgd við klaksvíkingar. Samstarvið við klaksvíkingar hevur verið gott, sigur Christian Andreasen. Mentamálaráðharri, Bjørn Kalsø, setti Ung í Føroyum í ár. Hann greiddi okkum frá um endamálið við stevnuni og um, hví tað er neyðugt ein tílík stevna er til í Føroyum. Nógv hevði Bjørn Kalsø uppá hjarta. Tey ungu skuldu vita, at vaksin kunnu ikki leggja tankar niður í tey, tí tað mugu tey sjálvi. Hann segði, at ung eru størsta tilfeingið í samfelagnum, og at mentan og list eru livæðrarnar í tí. Vit kunnu ikki vera fyri uttan ung, og tí er týdningarmikilt, at tey ungu slóða sína egnu lívsrás heldur enn at bert fylgja øðrum. Bjørn Kalsø rósti tiltakinum og fyriskiparunum og ljóðaði til at vera fegin um, at slík stevna er til í Føroyum, har ung koma saman fyri at skapa. Aftaná hesa stuttu røðuna byrjaði framførslan hjá teimum ungu fyri tey ungu. Á tilmeldingarseðlinum til Ung í Føroyum var møguleiki at skriva seg til at sýna list á listaframsýning ella at framføra palli tað fyrsta kvøldið í stevnuni. Um tey valdu tað, so høvdu tey betri líkindi fyri at sleppa inn. Av tí sama vóru nógvar pallframførslur og fram, og øll vóru sera spent uppá at síggja og hoyra, hvat hini høvdu at bjóða uppá í kvøld. Í ár hava øll, sum eru sloppin inn á stevnuna eitthvørt at sýna fram. Fyrsta innslag í kvøld var Laura Edit Tórhaldsdóttir og Nikolai Jensen, sum framførdu sangin Fever . Síðani vóru tað Kasandra Sandá Joensen, Natalia Vár Mortensen og Una Rósa Birgirsdóttir, sum vísu ein film við einari montage av myndum, leir , og negl hondverk. Aftaná spældi Gert Wiberg Joensen sangin Ongin Broyting á guitar, sum hann sjálvur hevði skrivað. Síðani var tað Jana Nielsen við F r Elise á klaver. Jákup D. Kjærbæk spældi Windy and Warm á guitara. Aftaná Jákup kom Gwenael Akira Helmsdal Carr á pallin og spældi Trois pieces pour clarinette eftir Stravinsky á klarinet. Kristina Clementsen las yrking upp, sum hon hevði skrivað í ár. Síðani sang Simona á Fríðriksmørk sangin Tell Me I m Wrong við guitara, sum hon sjálv hevur skrivað. Aftaná hana var tað Kristianna Marnersdóttir Egholm, sum spældi á guitar og sang Wild Horses . Hildur Niclassen spældi eitt vakurt guitara lag. Aftaná spældi Kristian Magnus tvey cover løg á klaver, Party Rock Anthem og Rolling In The Deep . Síðani bleiv ein stuttfilmur um ótrúskap vístur, gjørdur av Gunnbjørg Amondsen. Aftaná hetta fingu vit eina a cappella útgávu av Annie s Song frá Elisabeth Nygaard. Eftir hetta var ein steðgur. Veruliga endamálið við steðginum var at hyggja at listarverkunum í forhøllini, sum vóru alt frá myndum og stanndmyndum til listahandverk. Tað var sera áhugavert at síggja, at í allari múgvuni av fólki, var ein felags kensla til staðar ein kensla av, at okkurt nýtt og spennandi fór at henda hetta vikuskiftið. Kreativ hugskot vórðu blakað aftur og fram. Aftaná steðgin fóru Harald Joensen og Sasho Bjartsson uppá pallin og framførdu ein stuttan skemtileik um 50 ára brúdleypsdagin hjá einum hjúnum, sum ikki vóru heilt lukkulig saman. Jón Bech og Baldur M Pais Meitil vóru næstir við teirra egna sangi Friendzone , sum teir søgdu vera akkustiskur popp tónleikur. Síðani vísti Jannik Jensen eina upptøku av einari jólaframførslu, har sangurin var um nakrar piparkøkumenn. Og so var aftur ein a cappella sangur á skránni, hesuferð sungin av Erla Drós E. Simonsen Lost . Anna Katrina Danielsen og Gunn Helena Johansen vísu ein film, sum æt Fimleikur , sum tey søgdu vera ein heilsufilmur . Eftir filmin komu Andrias H. Blaasvær og Rúni Haraldson á pallin og spældu Ave Maria á violin og guitara. Jasmin Mote sang síðani Jar of Hearts við hjálp av einum back up track. Síðani var ein teknifilmur vístur av Rakul Jensen Animated Animal Art . Gwena l kom aftur uppá pallin at spæla, men hesuferð saman við Sissal Hjaltalin tey spældu bæði eina klarinetduet eftir Poulenc. Sarita Holm Thomsen vísti okkum eina mynda montage, sum varieraði frá býarlívi til náttúru. Aftaná hetta kom eitt øðrvísi innslag av Anton Storm Wich, sum vildi sleppa at tosa á enskum hansara framførsla var frásøgn um sagnir og mytur í tí bygdini, sum hann var frá. Ein triðja a cappella framførsla var eftir, hesuferð av Sissal Hjaltalin og Bjørk Jónheðinsdóttir Tróndheim, sum sungu Into the West . Við ukelele og sangi framførdu Magnus sigurd Fjallsá og Hugin B. Knudsen The Lazy Song . Rebekka Petersen sang egið lag við guitara, sum æt Har, sum eg finni frið . Rani Ravnsfjall var síðstur við guitara spæli Slowdancing in a Burning Room . Framførslurnar endaðu við, at Hedvig Westerlund Kapnas takk fyri og greiddi frá mannagongdini framyvir hetta vikuskiftið. Gjøgnum alt kvøldið var týðiligt, at øll vóru í góðum lag og dámdu væl framførslurnar hjá hvørjum øðrum. Inspiratión var nokk av í kvøld. Hvat fer at henda hetta vikuskiftið, og hvat fáa tey ungu burturúr at læra frá hvørjum øðrum Tað fáa vit at síggja sunnudagin. Kinverjar gera eina roynd at steðga bardøgunum í Sýria. Tað skriva ritzau og Reuters. Kinverski varauttanríkisráðharrin, Zhai Jun, kom í gjár til Damaskus at fundast við sýriska forsetan, Bashar al Assad. Kinverski ráðharrin segði millum annað fyrr í dag, at Beijing ætlar at koma við eini veruligari loysn. Her sipar hann ivaleyst til samtyktina, sum ST aðalfundurin samtykti herfyri um at heita á Assad um at steðga harðligu viðferðina mótvegis 11 mánaðar langa uppreistrinum og fara frá sum forseti. Kina saman við Russlandi ímóti ST samtyktini, tí kinverjar halda, at sýriubúgvar sjálvir skulu loysar trupulleikarnar uttan boðum úr útlandinum. Samstundis halda bardagarnir í Sýria fram. Sýrisk stjórnarherlið halda fram við at bumba uppihaldsstøð hjá andstøðuni í býnum Homs, sum hevur havt ein týðandi leiklut í ófriðinum í landinum. Mannarættindafelagsskapir meta, at álopini móti Homs seinastu tvær vikurnar hava kosta 400 fólkum lívi. Ein lækni í býnum sigur, at upp móti 1800 fólk eru løstað. Tað boðar ein talsmaður fyri ákærumyndugleikan í Hannover, heimbýnum hjá fyrrverandi forsetanum, frá, sambært ritzau og dpa. Wulff legði frá sær í gjár eftir bert 20 mánaðar sum forseti i Týsklandi, eftir at ákærumyndugleikin fyrrakvøldið bað Forbundsdagen um at upphevja órinið. Ákærumyndugleikin heldur, at illgruni er um, at Christian Wullf í síni tíð sum ráðharraforsetanum í Niedersachsen tiltuska sær persónligar og fíggjarligar fyrimunir, tí hann er vinur við stjóran í einum filmsgrunni, David Groenwold, sum eisini verður skuldsettur. Felagið hjá filmsgrunnastjóranum fekk síðst í 2006 tilsøgn um ríkistrygd frá Niedersachsen á 30 milliónir krónur. Trygdin varð tó ongantíð nýtt. Nakrar mánaðir áðrenn hevði stjórin í filmsgrunninum lánt táverandi ráðharraforsetanum í Niedersachsen eina fartelefon og fekk pengar afturfyri. Eisini bjóðaði stjórin bæði Wulff og konuni eina ferð til norðurtýsku oynna Sild. At enda bjóðaði Groenewold parinum til filmsveitslu í Munchen. Tey fingu bæði hotell og daddu goldna. Fyrrverandi forsetanum hevur seinni goldið fyri ókeypis tænasturnar, sigur hevur advokaturi hjá Wulff sagt. Verður Wullff funnin sekur, kann hann vænta upp í 3 ára fongsulsrevsing. Tað gongur framvegis fram á á amerikanska arbeiðsmarknaðinum, skrivar ritzau. Sambært nýggjari forsøgn, sum fíggjarligu ráðgevarnir í Hvítu Húsunum hava latið, verður arbeiði til tvær milliónir amerikanarar afturat í ár. Í fjør komu 1,8 milliónir nýggj arbeiðspláss í USA. Nýggjastu tølini ávirka eisini metingina fyri arbeiðsloysinum í USA. Á varð mett, at arbeiðsloysi í ár fór at tátta í 9 prosent. Nú ljóðar, at arbeiðsloysi fer at liggja millum 8 og 8,6 prosent tað er tvey prosent minni enn fyri einum ári síðani, tá fíggjarkreppan leikaði harðast á í USA. Fótbóltssamband Føroya hevur aðalfund klokkan 13 í dag. Á borðinum liggur millum annað eitt uppskot um at herða krøvini til lønarviðurskifti millum feløg og leikara. Nú skulu feløgini tvær ferðir árliga lata inn váttanir frá Taks, sum vísa, at tey ikki hava lønareftirstøður, sigur Christian Andreasen, forseti í FSF. Fylgja feløgini ikki reglurnar, kunnu tey missa trý stig. Verður uppskotið samtykt á aðalfundinum seinni í dag, koma herdu reglarnar í gildi næsta kappingarár. Gissur Patursson hevur gjørt eina uppgerð yvir mest seldu føroysku fløgur. Uppgerð byggir á tøl frá Gramex Grunnurin, sum hevur fingið síni tøl frá nærum øllum framleiðarum av føroyskum fløguútgávum. Uppgerðin, sum fyrrverandi stjórin í fløguhandlinum 3 aranum í SMS hevur gjørt, sigur tó einki um, hvussu nógv eintøk, sálmafløgan, ið Kringvarpið hevur staðið fyri, seldi í fjør. Á øðrum plássi yvir mest seldu fløgur í fjør er eisini ein fløga, sum Kringvarp Føroya var við til at gera, nevniliga fløgan hjá Tórshavnar Big Band við Havnarløgum, sum kom út í vár. Mest seldu føroysku fløgurnar í 2011 1. Syng Min sál 2 Kringvarp Føroya 2. Úr Sangskattinum Tórshavnar Big Band 3. Kom við mær Páll Finnur Páll 4. Enn Stendur Hurð Mín Opin Hallur 5. Belias Synir Swangah Dangah 6. Ævintyrarferðir vid Dánjal amp Búa Dam 7. Góðir Gamlir Slagarar Árni amp Marner 8. Nicolina Nicolina av Kamarinum 9. Dýrabar Minnir Alex Bærendsen 10 Letter From The Faroes Lena Andersen 10 Beyond The Grey Guðrið Hansdóttir Sjøtul verður nú settur á arbeiðið at skipa eitt dagtilhald til pensjónistar við førleikatarni á røktarheiminum Hamragarði í Vági. Tað hevur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, gjørt av. Avgerðin er tikin við støði í einum tilmæli, sum Nærverkið, eftir umbøn frá Almannamálaráðnum, hevur gjørt. Í tilmælinum verður nomið við, hvar og hvussu eitt dagtilhald fyri pensjónistar við førleikatarni í Suðuroy eigur at verða skipað. Niðurstøðan er, at bestu karmarnir eru at finna á Hamragarði í Vági. Á Hamragarði eru allir hentleikar at skipa eitt gott tilboð, harímillum nýggj venjingarútgerð, venjingarkøkur, góð atkomuviðurskifti hjá rørslutarnaðum og atgongd til náttúruna. Landsstýriskvinnan hevur avgjørt at fylgja tilmælinum, og hevur í dag heitt á Nærverkið um at fara undir arbeiðið at seta á stovn eitt dagtilhald á Hamragarði í Vági. Á fíggjarlógini í ár eru slakar 800.000 krónur settar av til endamálið. Tað verður privata felagið N. J. Mortensen, sum fer at byggja havnalagið á Tvøroyri út, soleiðis at uppsjóvarskip sleppa framat at landa til nýggja virkið hjá Varðanum Pelagic, ið eftir ætlan skal taka ímóti fiski í summar. Talan er um eina 50 metra langa atløgubryggju, ið skal vera 11 metrar djúp. Sambært Sosialinum er skotbráið ov stutt, at Tvøroyrar kommuna kann hava djúphavnina lidna longu í summar, og tí hevur felagið N.J. Mortensen tikið um endan. Tað var júst fyri, at tað skal ganga skjótt, at vit tóku hesa uppgávuna á okkum, sigur Gudmund Mortensen, stjóri, við Sosialin. Hann vil ikki upplýsa, hvussu nógv arbeiðið kostar, einans at talan er um nógvar milliónir. Tað verður fyritøkan Articon, ið fer at standa fyri arbeiðnum at gera nýggju djúphavnina á Tvøroyri. Borgarstjórin fegnast Borgarstjórin á Tvøroyri, Kristin Michelsen, tekur væl ímóti ætlanini hjá N. J. Mortensen. Tað er ikki annað enn at fegnast um, at vit hava virki her á staðnum, sum eru sinnað at átaka sær eina uppgávu sum hesa, sigur Kristin Michelsen við Sosialin. Eftir ætlan skal Tvøroyrar kommuna seinni yvirtaka djúphavnina frá N.J. Mortensen. Partafelagið Varðin í Gøtu og partafelagið Delta Seafood á Tvøroyri stovnaðu herfyri Varðan Pelagic. Ætlanin er, at núverandi flakavirki á Tvøroyri skal útbyggjast, so møguleiki verður fyri at taka ímóti 600 tonsum av uppsjóvarfiski um samdøgrið. Virkið verður bygt soleiðis, at framleiðsluorkan kann økjast upp í 1000 tons. Nýggja virkið skal eftir ætlan byrja at taka ímóti fiski í summar. Mynd Nýggja uppsjóvarvirkið á Tvøroyri skal eftir ætlan taka ímóti fiski í summar Johan Dahl, landsstýrismaður, fær heimild at brúka 17,5 milliónir krónur at seta nýggja motorar í strandfaraskipið Teistan. Øll 24, sum vóru í tingsalinum, atkvøddu fyri uppskotinum, tá málið var til aðru viðgerð seinnapartin. Ein samd fíggjarnevnd tók undir við málinum. Teknisku trupulleikarnir hjá Teistanum vundu upp á seg í fjør. Leiðslan hjá Strandfaraskipum Landsins gjørdi eina umfatandi kanning, sum segði, at generatorarnir gera minni orku, enn skipið hevur brúk fyri í ávísum førum. Harafturat fáast ikki allir eykalutir longur. Og klassin setur krøv, sum gera, at Teistin noyðist at liggja, tá orkuframleiðslan er ov lítil. Teistin skal tí hava nýggjar generatorar. Nýggju motorarnir brúka 15 til 20 prosent minni olju enn teir gomlu, og dálka tí eisini minni. Nýggja generatorskipanin er soleiðis háttað, at verður eitt generatorsett í ólagi, fær Teistin siglt kortini, tí umvælingin kann gerast, meðan skipið siglir. Uppskotið skal hava eina viðgerð í tinginum afturat. Flestu limirnir í Havnar Arbeiðskvinnufelag fóru kl. seks í morgun í samhugaverkfall við Føroya Pedagogfelag, sum skjótt í tríggjar vikur hevur verið í verkfalli. Samhugaverkfallið er fyri limirnar, sum starvast á Landssjúkrahúsinum og øðrum almennum stovnum, umframt teir kommunalu stovnar, har bæði námsfrøðingar og limir í Havnar Arbeiðskvinnufelag vanliga arbeiða. Umleið 400 limir eru í Havnar Arbeiðskvinnufelag, og teir flestu eru við í verkfallinum. Men undantøk eru givin, millum annað á Landssjúkrahúsinum og stovnum, har sum limir gera fólki mat. Mynd Landssjúkrahúsið er eitt av arbeiðsplássunum, sum hevur fingið undantak frá samhugaverkfallinum. Heildarveitingin úr Danmark í ár verður 624,1 millión krónur. Tað hevur løgtingið samtykt. 21 atkvøður vóru fyri, og 10 atkvøddu ímóti. Uppskotið skal hava eina viðgerð í tinginum aftrat. Blokkstuðulin verður nú prístalsviðgjørdur, og tí hækkar hann 8,6 milliónir í ár. Samgonguflokkarnir í fíggjarnevndini søgdu, at í ár skal einki mótroknast í ríkisveitingini, men tá samráðst verður um blokkin fyri 2013 skal inntøkuvøksturin í 2011 mótroknast í veitingini við 15 prosentum, sum avtalað er í samgonguskjalinum. Samgongan er samd um, at blokkurin ongantíð í samgonguskeiðnum skal fara niður um 615,5 milliónir krónur, sum hann var, áðrenn prístalsviðgerðin kom í gildi. Noreg og ES siga seg harmast um, at einki spurdist burtur úr samráðingunum um býtið av makrelinum í ár. Hóast fimm samráðingarumfør um makrelbýtið fyri 2012, har Noreg og ES hava lagt fram trý uppskot til semju, er tað eitt stórt vónbrot, at hvørki Ísland ella Føroyar hava tikið virknan lut í at finna semju, siga Lisbeth Berg Hansen, norskur fiskimálaráðharri, og Maria Damanaki, ES nevndarlimur, í felags fráboðan eftir úrslitaleysa samráðingarumfarið í Reykjavík. Tær vilja vera við, at hvørki Ísland ella Føroyar løgdu fram nakað uppskot, sum tók atlit at, hvar makrelurin svimur og søgulig rættindi, soleiðis sum gjørt hevur verið við undanfarin samráðingarumfør. Noreg og ES vilja vera við, at tey bjóðaðu Íslandi og Føroyum ein munandi størri part, enn londini høvdu eftir upprunaliga býtinum. Eisini vildu Noreg og ES loyva íslendskum og føroyskum skipum at fiska ein stóran part av kvotuni í norskum og ES sjógvi. Eftir úrslitaleysu strandalandasamráðingarnar fara ES, Noreg, Ísland og Føroyar væntandi at áseta sær eginkvotu. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, segði við útvarpið í gjárkvøldið, at føroyska eginkvotan neyvan verður minni enn í fjør, tað eru í minsta lagi 150.000 tons. Skotar í øðini Samstundis er skotska fiskivinnan í øðini inn á Ísland og Føroyar eftir úrslitaleysu makrelsamráðingarnar í Reykjavík. Vit fordøma Ísland fyri at bjóða strandalondunum til Reykjavíkar at samráðast, tá tey ikki vísa nakran veruligan vilja at finna semju, sigur Ian Gatt, stjóri fyri felagsskapin hjá skotsku uppsjóvarvinnuni, SPFA. Ian Gatt spyr eisini, hvat Føroyar gjørdu á fundinum í Reykjavík, tá landið einki hevði at samráðast við, men bara situr tigandi og bíðar eftir, at tað slitnar, so landið kann áseta eginkvotu. Stjórin í felagsskapinum hjá skotsku uppsjóvarvinnuni heitir tí á ES um at seta tiltøk í verk móti Íslandi og Føroyum, longu áðrenn makrelfiskiskapurin tekur seg upp í summar. Ian Gatt heitir beinleiðis á skotska og bretska fiskimálaráðharran, Richard Lochhead og Richard Benyon, um at gera alt fyri at ávirka ES, soleiðis at tiltøk verða sett í verk móti Íslandi og Føroyum beinanvegin. Í gjár segði írski tjóðartingslimurin, Pat the Cope Gallagher, sum ES tingið hevur biðið um at fylgja málinum um at seta handilstiltøk í verk móti triðjalondum, ið sambært ES ikki fiska burðardygt, at málið má takast upp á komandi fundi í fiskivinnunevndini hjá ES. Nevndin hittist 29. februar, og Pat the Cope Gallagher skal hava sagt, at hansara uppskot verður, at upprunaliga uppskotið um at boykotta makrel verður víðkað til at fevna um allan fisk og fiskavørur. Heimasíðan hjá sendingini er her Eg vil sleppa at spæla fótbólt á einum fyrstaliðið. Soleiðis sigur føroyski áleyparin, Jóan Símun Edmundsson, við norskar fjølmiðlar. Jóan Símun hevur regluliga spælt fyri eykaliðið hjá Newcastle, men er ongantíð veruliga sloppin at royna seg á besta liðnum. Eitt tíðarskeið var hann útlántur til Gateshead, sum spælur í Blue Square Premier League, sum er fimta deild í Onglandi. Men nú bendir nógv á, at føroyski áleyparin sleppur at royna seg á hægri stigi. Viking endaði kappingarárið í fjør á ellinta plássi í Tippeliguni. Venjari er ge H reide, sum fyrr hevur verið venjari hjá eitt nú norska landsliðnum, Rosenborg og Brøndby. Sum leikari royndi hann seg í 80 unum í Onglandi, har hann spældi fyri Manchester City og Norwich. ge H reide hevur álit á Jóan Símun Edmundsson Eg haldi, at Jóan Símun er nóg góður og klárur til at spæla í Tippeliguni, sigur Viking venjarin við Rogalandsavis.no Hóast Jóan Símun Edmundsson ikki fekk møguleikan á besta liðnum hjá Newcastle, so sigur hann seg hava lært nógv hesi tvey árini hann hevur verið í Onglandi. Eg eri blivin ein betri fótbóltsspælari. Eg havi fingið ein professionellan lívsstíl, og sálarliga eri eg nógv sterkari, sigur 20 ára gamli áleyparin við heimasíðuna hjá Viking. Jóan Símun Edmundsson, sum hóast sín unga aldur, longu hevur spælt 13 landsdystir fyri Føroyar, fer nú við nýggju liðfeløgunum til Spania, har Viking er á venjingarlegu. Norska kappingin byrjar 26. mars. Fyrsti dystur hjá Viking er á útivølli móti Sandnes. Mynd TV2.no Lesandi yngri enn 18 ár skulu ikki vænta sær størri studning frá landsstýrinum. Tað sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, sum hevur svarað einum spurningi frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni. Høgni Hoydal spurdi, um landsstýrismaðurin ætlar at taka stig til at broyta stuðulin hjá lesandi undir 18 ár. Bjørn Kalsø svarar, at hann hevur onga ætlan um tað. Lesandi undir 18 ár mistu mánaðarliga studningin at liva fyri í 2000. Í staðin fyri fingu tey bókastudning, ferðastudning og vistarhaldsstudning. Tey, sum búgva heima, fáa minni enn tey, sum ikki búgva heima hjá foreldrunum. Fyrst í februar vóru 487 næmingar í miðnámsskúlunum yngri enn 18 ár. Tingmanningin hjá Fólkaflokkinum hevur á fundi í morgun valt Jákup Mikkelsen til formann í tingbólki floksins. Hann verður formaður eftir Jacob Vestergaard, sum er farin í landsstýrið um umsita fiskivinnumál. Jákup Mikkelsen varð mikudagin loystur úr starvinum sum landsstýrismaður í fiskvinnumálum, og fer tí aftur í løgtingið Hann verður limur í fíggjarnevndini, har Jacob Vestergaard hevur havt sæti. Í uttanlandsnevndini hevur Jacob Vestergaard verið formaður. Jákup Mikkelsen verður nú limur í Uttanlandsnevndini. Uttanlandsnevndin skal skipa seg av nýggjum. Sambært samgonguskjalinum eigur Fólkaflokkurin formannin í uttanlandsnevndini, og tí verður Jákup Mikkelsen formaður í nevndini, sigur Fólkaflokkurin Útlendingastovan verður løgd undir Umhvørvisstovuna 1. juli. Tað hevur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, gjørt av. Trý fólk starvast á Útlendingastovuni. Hóast stovnurin virkar væl, so er ein so lítil stovnur sera viðbrekin, sigur landsstýrismaðurin. Mett verður, at ein samanlegging kann tryggja brúkaranum eina betri tænastu, eins og raksturin av Útlendingastovuni verður bíligari. Tá samráðingar verða við ríkismyndugleikarnar um heildarveitingina fyri 2013, skal inntøkuvøksturin í 2011 mótroknast við 15 prosentum í veitingini. Tað siga samgnguflokkarnir í fíggjarnevndini í álitinum til uppskotið um blokkstuðulin fyri í ár, sum kemur til 2. viðgerð í tinginum fyrrapartin. Meirilutin sigur, at semja er eisini um, at ríkisveitinginum í hesum samgonguskeiðnum skal ongantíð fara niður um 615,5 milliónir krónur, sum varð upphæddin, áðrenn hann varð prístalsviðgjørdur. Samgongan er samd um, at í ár verða 15 prosent av vøkstrinum av vanligu meirinntøkunum hjá landskassanum ikki mótroknað í prístalsviðgerðini. Samgonguflokkarnir mæla til at samtykkja uppskotið frá landsstýrinum um at hækka ríkisveitingina úr 615,5 milliónum krónum upp í 624,1 millión krónur, sum danska stjórnin og landsstýrið hava avtalað. Málið um blokkstuðulin er á skránni á tingfundinum, sum byrjar klokkan hálvgum tíggju. Mynd Bárður Nielsen er formaður í fíggjarnevndini Samstundis sum landskassin krevur 40 prosent í skatti, tá føroyingar gjalda inn eftirløn, eru bólkar í samfelagnum, sum hava framíhjárætt og rinda 35 prosent, tá tey fáa eftirlønina útgoldna. Tað framgongur í skrivinum hjá Jørgen Niclasen, landsstýrismanni, sum hevur svarað spurningum frá Kristinu Háfoss, løgtingskvinnu. Til ber at siga, at landskassin á henda hátt hjúklar um síni egnu, tí tað eru tænastumenn, landsstýris og løgtingsfólk, sum verða eftirlønarskattað eftir gomlu skipanini. Tað kemur fram í svarinum, at landsstýrið arbeiðir við uppskotinum til pensjónsnýskipan, og í hesum sambandi skal støða takast til eftirlønina hjá tænastumonnum og øðrum serligum bólkum. Men ikki ber til at siga nakað ítøkiligt um hetta, tí enn er ongin avgerð tikin, sigur Jørgen Niclasen. Umleið 1300 føroyskir skattgjaldarar fingu inntøku frá útlendskum arbeiðsgevarum í 2010. Men TAKS veit ikki, um hesi fólk rinda skatt av inngjaldi til útlendsk eftirlønarfeløg, sum lógin ásetir. Hesi fólk mugu upplýsa hetta á sjálvuppgávuni 2012. Annars fremur TAKS vanligt eftirlit við skattaálíkningini, skrivar Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, í svari til Kristinu Háfoss, løgtingskivnnu. Samráðingarnar vístu, at enn er ov langt millum partarnar til at finna eina loysn. Tað, ið skilir, er spurningurin um, hvussu heildarkvotan av makrelinum skal býtast millum londini. Hetta var seinasta roynd at fáa eina semju fyri 2012. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sigur, at hann nú fer at umhugsa støðuna, og hvørji stig Føroyar skulu taka í sambandi við skipanina av fiskiskapin eftir makreli í 2012. Kikhosti gongur nú aftur í Føroyum. Higartil í ár eru tveir tilburðir fráboðaðir. Talan er um tvey børn, sum vórðu løgd inn á sjúkrahús. Bæði børnini vóru yngri enn tríggjar mánaðir. Smittukeldan var ókend Báðir tilburðirnir vóru í Tórshavnar kommunu, upplýsir landslæknin. Hetta er fyrstu ferð síðani 2006, at tilburðir hava verið av kikhosta. Tá vóru 12 tilburðir. Vanliga eru farsóttir við kikhosta triðja til fimta hvørt ár. Kikhosti er ein sjúka í andaleiðini, sum er elvd av bakteriu. Hon kemur fyri í øllum aldursbólkum, men sæst vanligast hjá børnum, og verður tí nevnd ein av barnasjúkunum, sigur landslæknin. Eyka tíðindasending verður í sjónvarpinum í kvøld um politisku støðuna, sum er íkomin, eftir at løgmaður hevur loyst Jákup Mikkelsen, landsstýrismann í fiskivinnumálum, úr starvi. Í sendingini verða eisini Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, og Jákup Mikkelsen, fyrrverandi landsstýrismaður. Dagur og Vika í sjónvarpinum í kvøld klokkan 19. Tá løgtingið í vár fer at viðgera játtanarkarmarnar fyri næsta ár, verður tað saman við eini íløguætlan, sum skal ganga til 2024. Og tað verður samstundis fyrstu ferð, at løgtingið fer at hava eina slíka viðgerð. Av íløgum, sum verða gjørdar næstu árini, er ikki minst Skúladepilin í Marknagili, sum fer at kosta millum 400 og 500 miljónir krónur tilsamans. Haraftrat er ætlanin at útbyggja Tekniska Skúla í Klaksvík fyri góðar 36 miljónir krónur, og at nútímansgera Klaksvíkar Sjúkrahús. Og nýggjur Tjóðpallur er eisini umrøddur. Seinastu árini hava eisini stórar íløgur á samferðsluøkinumverið á skránni. Ikki minst hevur verið umrøtt at gera tunnil millum Skálafjørðin og Havnina, og at gera tunnil um Skopunarfjørð. Undanfarna samgonga gjørdi av, at tað almenna skuldi gera tunnilin millum Skálafjørðin og Havnina, men Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, hevur boðað frá, at hann er sinnaður at venda aftur til upprunaligu ætlanina, sum er at lata eitt privat felag gera Skálafjarðartunnilin. Umframt størru tunnilsætlaninar millum oyggjarnar, eru eisini umrøddar tunnilsætlanir norð um Fjall á Borðoynni, tunnil til Viðareiðis, og nýggjur tunnil millum Hvalba og Trongisvág. Tunlarnir, sum skulu gerast ígjøgnum fjøll, skal tað almenna fíggja, og í 2006 gjørdi Landsverk eitt uppskot um, hvussu farast skuldi fram til 2020. Eftir tí uppskotinum skuldi Hovstunnilin gerast fyrst. Nýggjur tunnil skuldi gerast norð um Fjall á Borðoynni, og síðani skuldi boriútgerðin flytast til Suðuroyar, har sjøtul skuldi setast á arbeiðið at gera nýggjan tunnil millum Hvalba og Trongisvág. Hvussu íløgurnar skulu raðfestast nú, er ikki greitt, tí politiska viðgerðin er ikki byrjað. Fíggjarmálaráðið er í ferð við at savna tilfar úr ymsu aðalráðunum. Ráðini skulu greina, hvørji arbeiði eru byrjað, og hvussu farast skal fram á teirra øki tey næstu árini. Fíggjarmálaráðið hevur fingið nógv tilfar frá hinum ráðunum, og í næstu viku verður tilfarið greitt, so politiska viðgerðin av íløguætlanini kann byrja. Viðgerðin av játtanarkarmunum skal vera liðug, so teir kunnu leggjast fyri løgtingið 1. apríl. Ein partur av íløguætlanini til 2004 fevnir eisini um fýra nýggjar ferjur, sum skulu sigla millum oyggjarnar. Tær verða mettar at kosta tilsamans 150 milliónir krónur Løgmaður hevur fyri løtu síðani boðað frá, at hann hevur loyst Jákup Mikkelsen, landsstýrismann í fiskivinnumálum, úr starvi. Samstundis hevur løgmaður gjørt av fyribils sjálvur at siata fyri fiskivinnumálum. Samrøða verður við Jákup Mikkelsen í útvarpstíðindunum klokkan 15 Eini 3.000 fólk fara ikki til arbeiðis í morgin, tí fakfeløg fara í samhugaverkfall við pedagogunum, og taka sínar limir av almenna arbeiðsmarknaðinum. Frammanundan eru 1900 pedagogar í verkfalli, so tilsamans verða umleið 5.000 fólk á almenna arbeiðsmarknaðinum ikki til arbeiðis. Samhugaverkfallið byrjar í morgin ári klokkan sjey, og varir eitt samdøgur, til fríggjamorgunin klokkan sjey Feløgini, sum lýsa stuðulsverkfall, eru Starvsmannafelagið Føroya Tekniska Lærarafelag Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar Fysioterapeutfelag Føroya Ergoterapeutfelagið Ljósmøðrafelag Føroya Bioanalytikarafelagið og Heilsuhjálparafelagið Harafturat stuðlar Akademikarafelag Føroya pedagogunum. AKF fevnir um Føroya Byggifrøðingafelag, Arkitektafelag Føroya, Føroya Verkfrøðingafelag og Magistarafelagið. Umframt hesi 12 fakfeløg, sum lýsa við 24 tímar stuðulsverkfalli, eru tvey onnur, Almanna og heilsurøktarafelagið og Føroya Psykiatrifelag, sum nokta limum sínum at taka upp verkfalsrakt arbeiði. At eini 3.000 fólk eru við hús og ikki á almenna arbeiðsmarknaðinum í morgin, hevur við sær, at almennar og kommunalar tænastur verða nógv skerdar. Samhugaverkfallið hjá Starvsmannafelagnum rakar tó ikki strandfaraskipini. Úrslitið hjá Bakkafrosti fjórða ársfjórðing í fjør verður 33 milliónir krónur eftir skatt. Tað metir íslendska greiningarfyritøkan IFS, nú Bakkafrost er á veg við sínum nýggjasta roknskapi. IFS metir eisini, at úrslitið hjá Bakkafrosti eftir skatt fyri 2011 verður 277 milliónir krónur IFS metir, at sølan í 2011 verður tilsamans 1,3 milliardir krónur Íslendska greiningarfyritøkan vísir á, at rakstrarkostnaðurin hjá Bakkafrosti er lægri enn hjá kappingarneytunum, og tað ger, at fyritøkan tolir betur prísfall á laksi. Harafturat metir IFS, at portiónsframleiðslan hjá Bakkafrost kann vera við til at bøta úrslitið. Bakkafrost er væl fyri búskaparliga, og gjaldførið er gott, sigur IFS í síni nýggjastu meting. Laksaalingin í øllum heiminumi fer væntandi at vaksa í ár. Líkt er til, at alingin í Evropa vekur seks prosent. Í Kili verður vøksturin 54 prosent, og alingin í Føroyum veksur sjey prosent. Samanumtikið verður alingin øllum heiminum mett at vaksa12,5 prosent í ár. Stóri vøksturin í alingini hevur við sær, at laksaprísurin tí eisini verður lágur í ár, metir IFS. Treystitalið hjá føroysku brúkarunum og vinnunum, sum í høvuðsheitum liva av heimliga eftirspurninginum, er framvegis jaligt men tað er lækkað seinasta hálva árið. Tað vísir nýggjasta føroyska konjunkturkanningin. Treystitalið gevur eina ábending um, hvussu vinna og brúkarar meta bæði støðuna beint nú, gongdina seinasta árið og gongdina næsta árið. Treystitalið hjá tænasutvinnunum fór úr 16 í januar í fjør upp í 63 í juni, men er nú fallið aftur niður á níggju. Alt bendir tí á, at tænastuvinnurnar hava verið í so bjartskygdar fyri hálvum ári síðan, metir Fíggjarmálaráðið, sum eisini vísir á, at fíggjarkreppan versnaði seint í fjør summar. Í tilfeingis og ídnaðarvinnuni, tað er í høvuðsheitum fiski og alivinnan, stendur treystitalið í stað. Treystitalið hjá tilfeingisvinnunum var niðri á minus 36 í januar 2009, men er síðani komið uppaftu,r og hevur í teimum seinastu tveimum konjunkturkanningunum ligið á 15. Alt treystitalið í føroyska konjunkturbarometrinum tá øll øki eru tald við er lækkað úr 27 í juni í fjør, niður á sjey í nýggjastu konjunkturkanningini hjá Fíggjarmálaráðnum, sum varð gjørd í januar í ár, og verður almannakunngjørd í dag. Landsstýrið ætlaði at fáa 150 200 milliónir afturat krónur í heildarveiting úr ríkiskassanum í ár, og at blokkstuðulin síðani skuldi prístalsviðgerast. Í einum brævi, sum Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, sendi Helle Thorning Schmidt, forsætisráðharra, 10. november í fjør, og sum Dagur og Vika hava fingið innlit í, verður biðið um, at heildarveitingin hækkar til dagsvirði. Víst verður á, at útreiðslurnar til tey málsøki, sum heildarveitingin verður latin til, eru hækkaðar, og tí eigur at verða lagt upp fyri hesum. Í brævinum til Helle Thorning Schmidt sigur Kaj Leo Holm Johannesen hetta. Landsstýrið fekk ikki ynski síni eftirlíkað, og verri enn so. Samráðingarnar millum landsstýrið og donsku stjórnina endaðu við, at heildarveitingin verður prístalsviðgjørd, og í ár hækkar hon 8,6 milliónir krónur, úr 615,5 upp í 624,1 millión krónur. Meiri verður at frætta í Degi og Viku klokkan 19. Í morgin verður at kalla øll barnaansing lamin, tí umframt Pedagogfelagið, sum er í verkfalli, lýsa tvey onnur fakfeløg við samhugaverkfalli. Føroya Arbeiðarafelag hevur einar 80 dagrøktarar, sum arbeiða hjá tí almenna, og Starvsmannafelagið hevur um 50 dagrøktarar í starvi. Hesi bæði feløgini hava lýst við samhugaverkfalli í eitt samdøgur frá í morginárin klokkan seks. Pensjónsskattingin er evnið í kjak partinum í Degi og Viku í sjónvarpinum í kvøld. Spurt verður, um vit stjala frá komandi ættarliðum, nú pensjónirnar verða skattaðar við inngjald, ella er hetta ein skilagóð loysn til tess at fáa meiri pening. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, og Kristina Háfoss, tingkvinna fyri Tjóðveldi, kjakast í Degi og Viku í kvøld um skattíng av pensjónum. Vertur er Beinta Løwe Jacobsen. Mynd Beinta Løwe Jacobsen er vertur í kjakinum í Degi og Viku Nú verður aftur gjørd ein roynd at semjast um makrelbýtið. Samráðingarnar hesaferð eru í Reykjavík, og fyri løtu síðani fóru sendinevndirnar á fyrsta felags fundin, har tær leggja síni sjónarmið fram. ES, Noreg, Ísland og Føroyar hava fleiri ferðir tingast um makrelbýtið, men einki er komið burturúr, og tað er framvegis langt millum partarnar. Hildið verður, at samráðingarnar í Reykjavík verða tær seinastu, tí nú má røkka ella støkka. Samráðst verður til hósdagin. Spyrst einki burturúr, fara londini aftur at áseta sær sína egnu makrelkvotu. Í føroysku sendinevndini eru Andras Kristiansen, formaður, Jógvan Jespersen, stjóri í felagnum Nótaskip, Hákun Djurhuus, sendimaður Føroya í Íslandi, og Janet S. Nørregaard og Jens Helgi Toftum, fulltrúar í Fiskimálaráðnum. Kringvarpið fylgir samráðingunum í Reykjavík. Jan Lamhauge og Rúni Friis Kjær eru á blettinum og fara at lata frætta frá sær bæði í útvarpinum og sjónvarpinum. Føroya Arbeiðarafelag hevur lýst samhugaverkfall fyri dagrøktararnar, sum eru limir í felagnum. Føroya Arbeiðarafelafelag sigur, at Kommunala Arbeiðsgevarafelagið tykist ikki vilja realitetsviðgera tey sáttmálakrøv, sum Føroya pedagogfelag hevur sett fram. Samhugaverkfallið byrjar mikumorgunin klokkan seks, og varir í 24 tímar. Okkara fatan er, at tað er ein sjálvsagdur rættur hjá øllum fakfeløgum at kunna samráðast um sáttmálakrøv síni, og tað eigur ikki at vera soleiðis, at Fíggjarmálaráðið, uttan nakra sakliga grundgeving, skal kunna forða kommunum at samráðast um dagstovna og dagrøktaraøkið, har landið eingi áhugamál hevur, sigur Georg F. Hansen, formaður í Føroyar Arbeiðarafelag. Tí er stríðið hjá Føroya Pedagogfelag eisini stríðið hjá hinum fakfeløgunum í Føroyum, sigur hann. Tilbúgvingarstovnurin, MRCC Tórshavn Radio og Fiskiveiðieftirlitið verða nú ein stovnur. Tað hevur Fiskimálaráðið gjørt av. Avgerðin er millum annað grundað á staðfestingar í samgonguskjalinum um, at smærri almennir stovnar verða lagdir saman í effektivari eindir. Fiskimálaráðið metir, at endamálið og uppgávurnar hjá hesum stovnum eru soleiðis háttaðar, at tað er ein fyrimunur at leggja júst hesar stovnar saman. Eisini verður mett, at raksturin av samanlagda stovninum eftir trimum árum kann gerast effektivari enn raksturin av stovnunum hvør sær, tí uppgávur kunnu savnast saman og skipast øðrvísi enn í dag. Jákup Mikkelsen, landsstýrismaður, hevur kunnað landsstýrið um ætlanina. Stjórin á Fiskiveiðieftirlitinum, Elmar Højgaard, verður forstjóri á samanlagda stovninum. Henrik Weihe Joensen, stjóri á Tilbúgvingarstovninum, verður virkandi stjóri fyri MRCC Tórshavn Radio eina tíð afturat. Leiðslan á samanlagda stovninum fer beinan vegin at leggja eina tilgongd til rættis, ið tryggjar, at øll viðurskifti, sum beinleiðis kunnu setast í samband við sjálva samanleggingina, so sum bygnaður v.m, verða løgd í fasta legu, sigur Fiskimálaráðið. Pengarnir hjá teimum 11 sjúkrakassunum, sum noyddust at víkja fyri Heilsutrygd, verða viðgjørdir í løgtinginum seinnapartin. Tingið skal viðgera uppskotið hjá Karsteni Hansen, landsstýrimanni í heilsumálum, um Sjúkrakassagrunn Føroya. Endamál grunsins, sum verður stovnaður í vár, verður at veita stuðul til átøk og verkætlanir, sum kunnu menna heilsuøkið í Føroyum, men sum ikki eru partur av rakstrinum av heilsuverkinum annars. Talan kann vera um gransking og upplýsing. Í minsta lagi 25 milliónir krónur, sum sjúkrakassarnir áttu, fara í grunnin. Sambært uppskoti um viðtøkur fyri grunnin, skal Sjúkrakassagrunnurin eisini kunna seta á stovn eina ískoytisheilsutrygging. Men samhaldsfestið í føroyska heilsuverkinum verður ikki fyri bakkasti, hóast tey, sum hava ráð, fara at kunna tekna sína egnu heilsutrygging, heldur formaðurin í Javnaðarflokkinum, Aksel V. Johannsen. Serliga nevndarsamansetingin í Sjúkrakassagrunninum forðar fyri tí, sigur hann. Sambært uppskotinum um viðtøkur velja fakfeløgini tveir nevndarlimir, Meginfelag teirra Brekaðu velur ein lim, Sjúklingarráðið velur ein lim, Landsfelag Pensjónista velur ein lim og Heilsumálaráðið velur ein lim í nevndina. Í mesta lagi 15 prosent av fænum hjá Sjúkrakassagrunninum kunnu brúkast til ískoytistryggingina. Tekniskur skúli Løgtingið skal eisini viðgera uppskotið um at útbyggja Tekniska skúla í Klaksvík fyri 36 milliónir krónur Útbyggingin av Tekniska skúla í Klaksvík skal hýsa matvøruútbúgvingum, yrkisútbúgvingum, miðnámsútbúgvingum og maritimum útbúgvingum, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum. Útbyggingin skal vera liðug í 2015 ella 2016. Flokkarnir hava skrivað undir eitt samgonguskjal, og eingin hevur biðið um samráðingar um eitt nýtt samgonguskjal. Tað sigur Jacob Vestergaard, formaður í tingbólki Fólkafloksins, nú hinir flokkarnir í samgonguni taka undir við fleiri tilfeingisgjøldum enn samgonguskjalið nevnir. Jacob Vestergaard vísir á, at vinnan hevur longu tikið samgonguna upp á orðið, tá samgongan boðaði frá, at hon vil hava uppsjóvarfiskin upp á land í Føroyum. Hann vísir á, at eitt uppsjóvarvirki verður nú bygt á Tvøroyri. Hvørki Sjálvstýrisflokkurin ella Miðflokkurin vísa aftur tí, sum Johan Dahl í Sambandsflokkinum segði um tilfeingisgjald í síðstu viku, millum annað, at gjald eisini skal leggjast á uppsjóvarfisk, sum verður landaður í Føroyum. Bill Justinussen í Miðflokkinum heldur, at samgonguskjalið kann lagast til, og at samráðingarnar um tilfeingisgjald vóru ikki heilt lidnar, tá samgonguskjalið varð undirskrivað. Men fyri Fólkaflokkin er eitt undirskrivað samgonguskjal ein avtala, sum skal haldast. Og Jacob Vestergaard veit einki um, at orðingin um tilfeingisgjaldið ikki var liðug, tá teir skrivaðu undir Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum. Fyribils verða ongi politisk tiltøk sett í verk at fáa prísin á flogferðaseðlum millum Føroyar og umheimin at lækka. Tað sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, við Sosialin. Hann vónar, at okkurt flogfelag fer at kappast við Atlantsflog, og at kappingin fer at trýsta prísin niðureftir. Kemur einki annað flogfelag, ella lækka prísinir ikki, hóast eitt annað flogfelag eisini fer at flúgva, kann málið takast uppaftur, sigur Johan Dahl við Sosialin. Landsstýrismaðurin í vinnumálum, sum eisini varðar av Atlantsflogi, sigur, at fríu marknaðarkreftirnar eiga at sleppa at royna seg í fyrstu atløgu, áðrenn nøkur politisk stig verða tikin. Men hann heldur fast við, at verður eingin kapping, og prísirnir ikki lækka, eigur landskassin at keypa einskilda triðingin av Atlantsflogi aftur, so politiski myndugleikin kann fáa ávirkan á prísin. Johan Dahl heldur ikki, at avgjøldini á ferðaseðlunum eru so høg. Hann sigur, at avgjaldið til flogvøllin, sum er 185 krónur av hvørjum ferðaseðli, er prísurin fyri, at flogvøllurin varð yvirtikin. Ferðaavgjaldið, sum er 120 krónur, fer beinleiðis í landskassan. Johan Dahl sigur, at skulu avgjøldini takast av, skulu tey á fíggjarlógina, og tað eru ongar ætlanir um í løtuni. Støðan í sáttmálatrætuni um pedagogarnar er tann, at nú bíða arbeiðsgevararnir eftir Pedagogfelagnum, sigur Heðin Mortensen, formaður í Kommunala arbeiðsgevarafelagnum. Leygardagin gav Pedagogfelagið arbeiðsgevarunum eitt skjal, sum sigur, hvat Pedagogfelagið vil. Fundur var millum partarnar leygardagin. Síðani skuldu arbeiðsgevararnir boða Pedagogfelagnum frá, hvat teir halda um tað, Pedagogfelagið bað um. Tað varð gjørt á middegi í dag, sigur Heðin Mortensen. Og nú bíða Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Lønardeildin eftir svari frá Pedagogfelagnum. Val verður í Grikkalandi í apríl. Hesum boðar stjórnin frá, fáar tímar eftir at tjóðartingið samtykti sparitiltøk, sum skulu bjarga landinum undan at fara á húsagang. Arbeiðið at endurfíggja skuldina verður liðugt í mars, og síðani verður val í apríl, sigur ein stjórnartalsmaður sambært Ritzau. Henda stjórnin hevur hálvan annan mánað eftir at sita við valdinum, sigur talsmaðurin. Strongu sparitiltøkini, sum grikska tjóðartingið samtykti í gjárkvøldið, verða sett í verk eftir kravi frá ES og altjóða gjaldoyragrunninum, IMF. Vórðu tey ikki samtykt, vildu hvørki ES ella IMF gjalda fyrsta gjaldið av hjálparpakkanum, sum millum annað skal nýtast at gjalda lán aftur við. Grikkaland er tað evru landið, sum skyldar mest. Skuldin í 2010 var 2584 milliardir krónur í okkara peningi, ella 145 prosent av bruttotjóðarútrtøkuni. Mynd Tað hevur verið sera ófriðarligt í Athen seinastu dagarnar, í sambandi við sparitiltøkini, sum grikska tjóðartingið samtykti í gjárkvøldið. Havstovan fer aftur í ár at kanna makrel, meðan hann er í føroyskum sjógvi. Fiskivinnugransking hevur játtað Havstovuni 100.000 krónur til eina verkætlan at kanna innihaldið av fiti í makreli. Endamálið er at kanna, hvussu nógv innihaldið av fiti veksur, frá tí at makrelurin kemur í føroyskan sjógv um várið, til hann fer úr aftur føroyskum øki út á heystið. Eisini verður kannað, hvussu nógv vektin økist í hesum tíðarskeiðinum. Tá hann hevur gýtt um várið, ferðast makrelurin norðureftir at leita sær føði. Tá er hann millum annað í føroyskum sjógvi, har hann etur seg feitan, áðrenn hann aftur fer úr okkara øki út á heystið. Kanningin verður gjørd í samstarvi við p f Faroe Pelagic. Í fjør gjørdi Havstovan saman við Faroe Pelagic eina undankanning at kanna fiti í makreli. Kanningin byrjaði um hálvan mai, og vardi til fyrst í oktober, tá fiskiskapurin helt uppat. Í hesum tíðarskeiðinum varð innihaldið av fiti í makrelinum, ið var landaður til Kollafjørð Pelagic, mátað. Kanningin fevndi tilsamans um 64 landingar hjá uppsjóvarskipunum, frá mai til september Fyribilsúrslit av kanningunum vísti, at innihaldið av fiti hjá makreli vaks úr umleið tveimum prosentum upp í umleið 30 prosent, frá hálvum mai til fyrst í oktober.Serliga í jun imánaði fitnaði makrelurin nógv, úr 10 upp í 25 prosent. Síðani broyttist fitin ikki nógv. Umframt at máta innihald av fiti í makrelinum, er ætlanin í ár eisini at máta, hvussu nógv makrelstovnurin veksur í vekt, meðan hann er í føroyskum sjógvi. Hósdagin fara umboð fyri Vága Floghavn á fund við norska lágprísfelagið Norwegian, sum er eitt av flogfeløgunum, ið hevur sýnt áhuga fyri at flúgva til Føroya, nú flogbreytin í Vágum er longd. Eg tori ikki at siga nakað undan fundinum, men vit hava so við okkum alt tilfar, sum Norwegian hevur biðið um, sigur Kitty May Ellefsen, forkvinna í nevndini fyri Vága Floghavn, við Portalin. Tilsamans hava eini fimm útlendsk flogfeløg sýnt áhuga at flúgva upp á Føroyar, og hava biðið um tilfar um longdu flogbreytina. Tá Norwegian kunngjørdi sína summarferðaætlan fyri tíð síðani, vóru Føroyar ikki við í ferðaætlanini. Herfyri skrivaði Vága Floghavn undir sáttmála við byggifelagið J. amp K. Petersen um at rudda ósprongda spreingitilfarið, sum varð funnið, meðan flogbreytin varð longd. Arbeiðið at rudda dynamittið burtur verður ikki liðugt fyrr enn seint í summar, og tástani kann glíðibreytin, sum ger tað høgligari hjá flogførum at seta seg í Vágum, setast upp. Landsstýrið eigur at fara undir sparingar og rasjonaliseringar í almenna geiranum. Tað sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag, nú hagtøl frá Hagstovuni vísa, at almennu útreiðslurnar í Føroyum, máldar í prosentum av bruttotjóðarúrtøkuni, eru á sama stigi sum í Danmark. Danmark hevur sambært OECD størsta almenna geiran í øllum heiminum. Arbeiðsgevarafelagið vísir á, at síðani 1997 eru útreiðslurnar hjá landskassanum til rakstur øktar úr 2,3 milliardum krónum upp í 4,6 milliardir í 2010. Sama tíðarskeið vuksu almennu útreiðslurnar úr knøppum fýra milliardum upp í 7,5 milliardir krónur. Og sambært Landsbankanum er grundraksturin hjá landskassanum frá 2000 til 2010 versnaður nærum eina milliard og 350 milliónir krónur. Tá eru rentur, íløgur, einskiljingarinntøkur og aðrar kapitalinntøkur ikki íroknaðar. Danski fíggjarmálaráðharrin, Bjarne Corydon, ætlar at seta mark fyri almennu rakstrarútreiðslunum, eins og mark verður sett fyri almannaveitingum og útreiðslunum hjá kommununum. Føroya Arbeiðsgevarafelag sigur, at landsstýrið eigur at taka hetta í stórum álvara og fremja ítøkiligar sparingar og rasjonaliseringar hjá tí almenna Leiðslan á Rúsdrekkasølu Landsins kannar eitt mál um svik á eini av deildunum hjá Rúsuni. Allan Skaalum, stjóri, váttar, at nærri kanningar verða gjørdar av einum máli um møguligan undandrátt. Men av tí at talan er um eitt starvsfólkamál fái eg fyribils ikki gjørt fleiri viðmerkingar, sigur hann. Allan Skaalum ger eisini vart við, at talan er um eitt gamalt mál, sum honum kunnugt varð loyst fyri meira enn einum ári síðani. Allan Skaalum varð settur stjóri á Rúsdrekkasølu Landsins í oktober, og kennir onki til málið, fyrr enn nú Oyggjatíðindi skriva um tað. Blaðið vil vera við, at svikað er fyri fleiri 100 túsund krónur. Sum eg havi skilt, er málið avgreitt langt fyri mína tíð, og talan er heldur ikki um so stórar upphæddir, sum blaðið skrivar, sigur Allan Skaalum Men hann váttar, at leiðslan á Rúsdrekkasølu Landsins kannar, hvussu umfatandi málið um fíggjarligan undandrátt á eini av deildunum er. Tað var um reppið, at strandfaraskipið Ternan varð niðursiglt í Nólsoyarfirði av íslendska farmaskipinum, Arnarfelli. Hevði skiparin á Ternuni ikki dreygað undan, høvdu skipini uttan iva stoytt saman. Íslendska skipafelagið Samskip viðgongur, at manningin á Arnarfelli gjørdi eitt mistak, tá bingjuskipið Arnarfell mundi siglt strandfaraskipið Ternuna niður í Nólsoyarfirði. Tað var síðsta mánakvøld, at Arnarfell var á veg gjøgnum Nólsoyarfjørð. Bingjuskipið kom úr Kollafirði og skuldi til Íslands. Ternan var á veg av Havnini til Nólsoyar. Íslendska ríkisútvarpið segði frá hendingini í gjár. Ternan noyddist at snara fyri at sleppa undan samanstoyti. Bara 200 til 300 metrar vóru millum skipini, tá Ternan snaraði. Tá Arnarfelli var farið fram við Ternuni, setti Ternan ljóskastaran á hekkuna á skipinum, fyri at síggja navnið, og síðani kallaði skiparin á Ternuni á íslendska skipið. Sambært íslendska útvarpinum hava Samskip viðgingið, at manningin á Arnarfelli bar seg skeivt at. Samskip hava boðað íslendsku skaðanevndini frá hendingini. Nú verður enn ein nýggjur føroyskur filmur tøkur til undirvísing. Nám hevur gjørt sáttmála við Anton Petersen um filmin Skýming , sum í gjár fekk gávugóðs úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum. Sáttmálin ásetur, at Nám kann leggja filmin á undirvísingarportalin Snar, so allir skúlar í landinum kunnu síggja hann. Eisini fara uppgávur at verða gjørdar, so filmurin kann brúkast í framhaldsdeild fólkaskúlans og á miðnami. Nám hevur á sama hátt keypt rættindini til at vísa filmin Passasjeren í skúlunum og gjørt uppgávur til filmin. Í januar skipaði Nám fyri skeiði at brúka stuttfilm í undirvísingini. Tá segði skeiðslærarin, Jan Berg Jørgensen, at lærarar kring landið sóknast stórliga eftir at fáa føroysku stuttfilmarnar tøkar til undirvísingina. Hepnast henda ætlan væl, so verður hildið fram at skapa eitt savn av føroyskum stuttfilmum til undirvísing, sum er opið fyri allar skúlar í landinum at brúka, sigur Magnus Tausen, stjóri í Námi. Mynd William Bærentsen er ein av leikarunum í filminum Skýming, sum allir skúlar í landinum nú fáa høvi at síggja á undirvísingarportalinum Snar Nýggja Airbus 319 flogfarið, sum Atlantsflog letur byggja, verður í hesum døgum sett saman á verksmiðjuni hjá Airbus í Hamburg Flogfarið, sum hevur fingið seriunummarið 5079, kom í framleiðsluhøllina hjá Airbus í Hamburg fyrst i februar. Vanliga gongur hálvur annar mánaður frá tí, at flogfarið kemur í framleiðsluhøllina, til tað er liðugt og latið keyparanum. Í framleiðsluhøllini í Hamburg verður allur skrokkurin settur saman, og upp undir vikuskiftið vórðu eisini veingirnir festir á flogfarið. Sjálvt velið er næsti luturin, sum verður festur á flogfarið. Tá allur skrokkurin er settur saman, verður flogfarið málað, og síðani verða motorarnir festir upp undir veingirnar. Tá er klárt at royndarflúgva flogfarið og at fara undir at búgva tað til rakstur. Tá Airbus verksmiðjan er liðug við sítt arbeiði, verður gjørt klárt at lata flogfarið. Flogfarið skal aftur royndarflúgvast, øll sáttmálaviðurskifti millum framleiðara og keypara verða avgreidd eins og góðkenningin frá myndugleikum. Sjálvur dagurin fyri, at flogfarið verður latið, er ikki ásettur enn, men flogfarið kemur mest sannlíkt fyri 24 ára føðingardagin 28. mars, tá tað eftir ætlan skal setast í rakstur millum Føroyar og Keypmannahavn. Drúgv fyrireiking Hóast Airbus flogførini vanliga verða mett sum fronsk framleiðsla, er talan um eitt felags evropeiskt samstarv, har fyritøkan letur ymsu sektiónirnar byggja í ymsum londum á evropeiska meginlandinum og í Bretlandi. Síðan verða allir partarnir fluttir á Airbus verksmiðjuna í Hamburg, har flogfarið verður sett saman, og øll útgerð verður monterað og roynd. Fyri Atlantic Airways er nógv arbeiði í fyrireikingunum at byggja eitt nýtt flogfar og laga raksturin til flúgving við einum nýggjum slagi av flogfari. Ein fyrireikingarbólkur hevur verið virkin, síðan sáttmálin varð undirskrivaður tíðliga í 2008. Fyrireikingarnar hava snúð seg um at allýsa spesifikatiónirnar á flogfarinum og fyrireika, at flogfarið verður tikið í nýtslu. Í fyrra partinum skal støða takast til tekniska, operativa, handilsliga og fíggjarliga grundarlagið undir framtíðar virkseminum hjá felagnum. Í seinna førinum snýr arbeiðið seg um at fyrireika felagsins rakstur til nýggja flogfarið við útbúgving, mannagongdum, ferðaætlanum og øðrum. Vit hava onki frætt frá mótpartinum, nú bíða vit bara eftir boðum Tað sigur Maud Wang Hansen, forkvinna í Føroya Pedagogfelag. Tað er Kommunala Arbeiðsgevarafelagið sum hevur bóltin í sáttmálatrætuni sum hevur gjørt, at flestu av limunum í Pedagogfelagnum skjótt hava verið í verkfalli í tvær vikur. Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum sótu allan dagin í gjár og roknaðu, hvussu nógv krøvini hjá Pedagogfelagnum fara at kosta. Maud Wang Hansen sigur við útvarpið í morgun, at hon hevur skilt, at arbeiðsgevararnir ikki bara rokna. Sum eg skilji tað, hyggja tey nærri at fleiri viðurskiftum, sum møguliga kunnu verða broytt, fyri at partarnir kunnu finna eina semju, sigur hon. Heðin Mortensen, formaður í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum segði við Útvarpið í gjár, at hann væntaði, tey fóru at kalla pedagogfelagið á fund einaferð í dag. Faroe Petroleum og hini oljufeløgini funnu onga olju í sonevnda Kalvklumpen brunninum í norska partinum av Norðsjónum. Byrjað var at bora 10. januar, og boraðir vórðu umleið 3.000 metrar Fyristøðufelagið er Det Norske Oljeselskap, ið hevur 40 av loyvinum. Faroe Petroleum eigur 20 prosent. Úrslitið av boringini er eitt vónbrot, men nógv vitan er fingin til vega, sum minkar munandi um váðan á loyvunum, sum felagið hevur í økinum, sigur Faroe Petroleum í tíðindaskrivi. Kalvklumpen er ein av fleiri leitibrunnum, ið Faroe Petroleum borar í ár. Felagið er eisini virkið vestan fyri Hetland og ymsa staðni í Noregi. Løntakararnir gerast færri og færri í Føroyum. Fjórða árið á rað minkaði talið í 2011. Tá vóru 700 færri løntakarar enn í 2010. Ongantíð hava so nógv fólk fingið løn í Føroyum sum í 2007. Men nú eru 2.600 færri fólk á lønarlistanum enn í 2007. Serliga sæst afturgongdin hjá teimum ungu, 16 til 19 ár. Hon var níggju prosent í fjør. Størsta afturgongdin er í Suðuroynni, hon var 5,5 prosent í fjør. Í fiskivinnuni, alivinnuni og í aðrari ráevnisvinnu fór áttandi hvør úr arbeiði í fjør. Í fjør vóru 23.262 løntakarar í Føroyum. Løntakarar eru fólk í aldrinum 16 til 74 ár, sum hava minst eina skattaða dagsløn um mánaðin. Í almennari fyrisiting eru at kalla eins nógvir løntakarar nú sum í 2008. Samhaldsfestið í føroyska heilsuverkinum verður ikki broytt, hóast nýggi Sjúkrakassagrunnurin sleppur at gera eina ískoytistrygging til summi. Tað heldur formaðurin í Javnaðarflokkinum, Aksel V. Johannesen. Serliga nevndarsamansetingin í Sjúkrakassagrunninum forðar fyri hesum, sigur hann. Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur lagt uppskotið um Sjúkrakassagrunnin fyri tingið. Tað verður nevndin í grunninum sum skal tryggja, at ískoytistryggingin ikki verður brúkt á nakran ótilætlaðan hátt. Og tað verður nevndin, sum skal taka stig til at stovna serligu ískoytistryggingina. Tað kunnu onnur, eitt nú politikararnir, ikki gera. Og nevndin kann ongantíð brúka meira enn 15 prosent av samlaða fænum hjá Sjúkrakassagrunninum til ískoytistryggingina. Stovnsfæið hjá grunninum verður 25 milliónir krónur. Hetta eru pengar og ognir, sum sjúkrakassarnir áttu, tá teir noyddust at víkja fyri Heilsutrygd. Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum. Enn er ógreitt, hvussu torfør próvtøkan verður, sum fimm grannskoðarar í grannskoðaramálinum skulu taka fyri ikki missa sína løggilding. Fyribils setti stjórin á Skráseting Føroya, Jákup Eyðfinn Kjærbo, staðfesti herfyri, at løggildingin verður tikin aftur frá fýra grannskoðarum alt fyri eitt. Haraftrat fingu fimm grannskoðarar boð um, at teir fingu eitt ár at standa próvtøkuna, sum krevst fyri at fáa løggildingina. Annars missa eisini teir løggildingina. Sambært Jákupi Eyðfinni Kjærbo skulu grannskoðararnir til eina próvtøku, sum líkist teirri donsku próvtøkuni, ið fleiri føroyskir grannskoðarar higartil hava fingið løggilding eftir. Sakførarin hjá grannskoðarunum, Christian Andreasen, heldur tað ikki vera neyðugt við eini so umfatandi próvtøku, og hevur kært avgerðina. Í næstum verðum ein serlig próvtøkunevnd sett, sum ger av, hvat slag av próvtøku grannskoðararnir taka. Politiið kannar framvegis, um nakað samband er millum neyðtøkuroyndina við Viðarlundina í Havn síðsta vikuskifti og tríggjar neyðtøkuroyndir í Havn í fjør. Tað var síðsta sunnumorgun, at ein ungur maður royndi at neyðtaka eina 17 ára gamla gentu beint við inngongdina til Viðarlundina. Ein 19 ára gamal maður varð handtikin og skuldsettur í málinum, men hann noktar seg sekan. Politiið veit ikki enn, um hetta er sami maður, sum er eftirlýstur fyri tríggjar neyðtøkuroyndir í Havn í fjør í juni, juli og oktober. Vit kanna framvegis, um nakað samband er millum hesar neyðtøkuroyndirnar. Higartil hava vit tó ongi tekin funnið um, at málini hava nakað samband við hvørt annað, sigur Bergleif Brimvík, kriminalovasti. 19 ára gamli maðurin, sum er skuldsettur fyri neyðtøkuroyndina sunnumorgunin er varðhaldsfongslaður í fýra vikur, og verður nú mentalkannaður. Áleið klokkan 19 45 hendi eitt brek í sendirúminum í sjónvarpinum, sum førdi við sær, at sendingar á skránni ikki vóru tøkar at senda. Drúgt var at fáa útgerðina at rigga so frægt, at sendast kundið aftur. Arbeitt varð við trupulleikanum í gjárkvøldi og í nátt, og alt riggar sum vanligt aftur. Føroyska dokumentarsendingin Tey Óndu ein leikur verður til fór av skránni, men verður send komandi hóskvøld kl. 19 30 í staðin. Havnarfólk taka longri útbúgvingar enn fólk, sum búgva aðrastaðni í landinum. Tað vísir ein nýggj kanning, sum Lestrarblaðið hjá Vikublaðnum hevur gjørt. Sambært kanningini eru 47 prosent av teimum lesandi úr Havn í holt við eina longri víðari útbúgving er eina master , kandidat ella phd útbúgving. Til samanberingar eru bara 32 prosent av teimum, sum eru uppvaksin aðra staðni í landinum, í holt við eina longri útbúgving. Samanumtikið taka føroyingar yvirhøvur langar útbúgvingar. Sambært kanningini hjá Lestrarblaðnum eru 50 prosent av teimum lesandi í holt við eina miðallanga útbúgving eitt nú sjúkrarøktarfrøðing og námsfrøðing og 41 prosent eru í holt við eina langa útbúgving. Bara 9 prosent svaraðu, at tey tóku eina styttri útbúgving. 363 lesandi vóru við í kanningini hjá Lestrarblaðnum hjá Vikublaðnum,sum varð gjørd frá 24. til 29. januar Ein tingmaður afturat í Sambandsflokkinum mælir nú til tilfeingisgjald á makrel. Reimund Langgaard sigur í grein á Vágaportalinum í dag, at landskassin eigur at fáa í minsta lagi 150 miliónir krónur í beinleiðis inntøkum frá makrelinum, umframt aðrar avleiddar inntøkur, so sum skatt og partafelagsskatt. Endamálið má vera, at ogn Føroya fólks verður gagnnýtt á besta hátt, soleiðis at føroysk skip við føroyskari manning eins og føroysk virki á landi við føroyskari arbeiðsmegi fáa gagnnýtt tað føroyska tilfeingið, umframt at undirskotið á fíggjarlógini lækkar í minsta lagi niður í 200 milliónir krónur, skrivar Reimund Langgaard. Hann sigur eisini, at samfelagið er ov dýrt at reka, og tí eigur inntøkan frá tilfeinginum ikki at taka uppgávuna frá politikarunum at rasjonalisera samfelagið. Frammanundan hava Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, Johan Dahl, landsstýrismaður, og Eivin Jacobsen, løgtingsmaður, allir úr Sambandsflokkinum, mælt til tilfeingisgjald. Johan Dahl skrivar í eini kronikk, at landskassin kann vænta at fáa millum hálvt annað hundrað og góðar 300 milliónir krónur í tilfeingsigjaldi frá uppsjóvarfiski longu í ár. Løgmaður hevur sett ein arbeiðsbólk í samgonguni at gera uppskot um framtíðar uppsjóvartilfeingi. Mynd. Reimund Langgaard heldur, at makrelurin eigur at geva landskassanum í minsta lagi 150 milliónir krónur í inntøku. Nógv bendir á, at samband nú aftur verður millum partarnar í sáttmálatrætuni hjá pedagogunum. Tá Heðin Mortensen, formaður í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, kom aftur til landið í gjár, segði hann, at hann nú fer at taka stig til at fáa ein loysn. Um vit vilja tað ella ikki, so skulu vit finna út av tí, segði Heðin Mortensen við teir umleið100 pedagogarnar, sum tóku ímóti honum á flogvøllinum í gjár. Hann segði, at hann tíðliga í morgun skuldi taka stig til ein fund millum partarnar. Tað hevur ikki eydnast at fáa eina viðmerking frá Heðini Mortensen í dag, men tað skilst, at nevndin í Pedagogfelagnum er kallað saman til fundar klokkan 11 fyrrapartin. Umleið 1900 pedagogar og hjálparfólk hava verið í verkfall síðani 31. januar. Verða avgerðirnar um løggildingarnar ikki broyttar, er hugsandi, at málið endar í rættinum við einum stórum endurgjaldskravi. Og tað verður møguliga eisini lagt fyri evropeiska mannarættindadómstólin. Tað ger advokaturin hjá teimum sjey grannskoðarunum greitt í kæruni til Løgmansskrivstovuna tann 26. januar, og sum útvarpið hevur fingið innlit í. Í kæruni sigur Christian Andreasen, at afturtøkan av løggildingunum hjá hansara klientum er ólóglig og í stríð við mannarættindasáttmálan. Avgerðin eigur at verða broytt Sostatt vil advokaturin hjá teimum sjey grannskoðarunum hava Løgmansskrivstovuna at broyta avgerðina, sum fyribils setti stjórin á Skráseting Føroya, Jákup Eyðfinn Kjærbo, tók nakrar dagar frammanundan í grannskoðaramálinum. Og hon var at taka løggildingina aftur frá fýra grannskoðarum alt fyri eitt. Hinir fimm fáa eitt ár at standa kravdu próvtøkuna, sum krevst, fyri at fáa løggildingina. Annars missa eisini teir løggildingina. Avgerðin um at taka aftur løggildingarnar er ólóglig, millum annað tí at upprunaliga avgerðin um at løggilda granskoðararnar hevði heimild í grein 1 í tágaldandi lóg um løggildar grannskoðarar. Og hetta hevur Innlendismálaráðið staðfest í kæruavgerð frá 2007. Og hóast tað verður lagt til grund, at heimildin ikki var til, so kann Skráseting Føroya kortini ikki taka løggildingarnar aftur næstan fimm ár seinni, sigur advokaturin hjá grannskoðarunum. Ímóti mannarættindasáttmálanum Christian Andreassen vísir í kæruni til eitt løgfrøðiligt responsum frá einum donskum serfrøðingi á økinum, Karsten Revsbech, sum varð gjørt í november í fjør. Har sigur Karsten Revsbech millum annað, at tað er sera ivasamt, um ein afturtøka er í samsvari við Evropeiska Mannarættindasáttmálan, og vísir til ein dóm frá 2009, har dómurin gongur sera vítt til fyrimunar fyri borgaran. Hann sigur, at grannskoðararnir hava innrættað seg í góðari trúgv í skjótt fimm ár eftir teimum løggildingum, teir hava fingið, og at avgerðin hjá Skráseting Føroya tann tíð tað var, ikki var ólóglig, tí at avgerðin bygdi á prinsippið um javnrætt, sum eru óskrivaðar reglur. Eisini var avgerðin grundað á, at aðrar kvalifikatiónir skuldu metast javnt við ta serligu próvtøku, sum lógin fyriskrivaði. Í øllum førum skulu grannskoðararnir hava møguleika at fara til eina serliga próvtøku, sum ikki er tann sama, sum er fyriskrivað eftir galdandi kunngerð. Advokaturin hjá teimum sjey grannskoðarunum sigur í kæruni, at føroysku myndugleikarnir eiga at vísa størsta varsemi, og at einhvør grundaður ivi eigur at koma granskoðarunum til góðar. Tað kann ikki vera rætt, at føroyskir myndugleikar í einum álvarsmáli sum hesum og sum onki fordømi finst um í rættarpraksis yvirhøvur taka avgerð um afturtøku vælvitandi um, at afturtøkan kann blíva umstoytt av dómsvaldinum , sigur Christian Andreasen í kæruni til Løgmansskrivstovuna. Mynd Christian Andreasen, advokatur hjá teimum sjey grannskoðarunum, hevur kært til Løgmansskrivstovuna Ódnin 24. og 25.november í fjør fer at kosta tryggingunum yvir 70 milliónir krónur. Sambært Skaðadeildini hjá Tryggingarfelagnum Føroyum kostar ódnin felagnum slakar 53 milliónir i endurgjaldi. Talið er kortini ikki endaligt, tí allir skaðar eru ikki uppgjørdir enn. Men Heðin D. Poulsen, leiðari á Skaðadeildini, sigur, at í rundum tølum ber til at siga, at skaðanáttin kostaði Tryggingarfelagnum okkurt um 50 milliónir krónur Herfyri boðaði BankNordik frá, at ódnirnar í vetur kosta dótturfelagi bankans, Trygd, 20 til 25 milliónir krónur Felagið hjá donskum tryggingum og pensjónsfeløgum ávarar donsku stjórnina móti at gera sum føroyska landsstýrið, tað er at fíggja skattalætta við skatti frá pensjónum. Stjórin í Forsikring og Pension, Per Bremer Rasmussen, kallar føroyska politikkin stuldur á alljósum degi frá einum heilum ættarliði. Tá føroyingar, sum nú eru ungir, eina ferð skulu hava sína eftirløn, eru eingir pengar til teirra. Tí foreldur teirra hava tikið pengarnar, skrivar tíðindabrævið hjá Forsikring og Pension, Fronter. Per Bremer Andersen nevnir somu sjónarmið, sum eru brúkt í Føroyum móti politikkinum hjá landsstýrinum. Og hann ávarar donsku stjórnini móti at gera tað sama sum landsstýrið gjørdi fyri at kunna lata skattalætta. Stjórin endar grein sína við einari áheitan á danska skattamálaráðharran Góði Thor M ger Pedersen, tað er ikki í Norðuratlantshavi, tú skalt leita tær eftir íblástri til skattareformin hjá tær. Varastjórin í Forsikring og Pension, Carsten Andersen, skrivar eisini um føroyska skattapolitikkin. Hann hevur tosað við Erik Lindenskov, blaðstjóra á Sosialinum, og Svein Tróndarson, blaðmann á Dimmalætting, sum greiða frá ivanum hjá nógvum føroyingum, nú pensjónin verður skattað við inngjalding fyri at fíggja skattalætta, sum tey hægstløntu fáa mest burturúr. Torben M. Andersen, professari í búskapi á Lærda háskúlanum í rhus og fyrrverandi yvirvísmaður hjá donsku stjórnini, sigur við Fronter, at skattingin av inngjaldinum ger ikki føroyska samfelagið ríkari. Tí verður búskaparliga rásarúmið heldur ikki størri, hóast gjaldførið broytist munandi. Verður skatturin av pensjónunum brúktur nú, vera pengarnir ikki tøkir hjá komandi ættarliðum, sigur Torben M. Andersen. Føroysk lesandi leita sær uttanlands eftir dygdarbetri útbúgvingum. Tað er ein av niðurstøðunum í eini kanning, sum Lestrarblaðið hjá Vikublaðnum hevur gjørt. Sambært kanningini hevur støðið á útbúgvingini stóran tydning fyri munandi fleiri av teimum, sum fara uttanlands at lesa samanborið við tey, sum lesa í Føroyum. 77 prosent av teimum, sum lesa í Danmark, siga støðið á útbúgvingini hava stóran ella sera stóran týdnig. Av teimum, sum fara í onnur norðurlond at lesa, siga 88 prosent, at støðið hevur stóran týdning. Til samanberingar siga 50 prosent av teimum, sum lesa í Føroyum, at støðið á útbúgvingini hevur stóran ella sera stóran týdning. 363 lesandi vórðu spurd kanningini hjá Lestrarblaðnum hjá Vikublaðnum, sum varð gjørd frá 24. til 29 januar Grønlendska løgreglan hevur nú almannakunngjørt fleiri upplýsingar um sorgarleikin í lítlu grønlendsku bygdini Nutaarmiut í gjár. Tey dripnu eru ein 75 ára gomul kvinna, ein 31 ára gomul kvinna og ein átta ára gomul genta. Sambært løgregluni eru tær í familju. Fyrstu kanningar í málinum vísa, at tey deyðu eru sligin í høvdið. Løgreglan sigur seg hava funnið fleiri lutir, ið kunnu vera gerningsvápnið. Umframt tey deyðu hava tveir menn, 81 og 32 ára gamlir, verið fyri drápsroynd. Hjá báðum stendur um lív, og verða teir seinni í dag fluttir á Ríkissjúkrahúsið í Keypmannahavn. Løgreglan hevur handtikið ein 22 ára gamlan mann úr bygdini Nutaarmiut, sum fyrr í dag var í grundlógaravhoyring, skuldsettur fyri trý dráp og fýra drápsroyndir. Løgreglan er av tí fatan, at tveir persónar, ein 24 ára gomul kvinna og eitt tvey ára gamalt barn, eisini vóru fyri drápsroynd. Tey bæði sluppu tó snikkaleys. Enn dugir grønlendska løgreglan einki at siga um, hvat motivið hjá 22 ára gamla manninum var. Løgreglan hevur nú leitað sær hjálp frá kriminalteknikarum úr Danmark. Krepputilbúgving er sett í verk í bygdini Nutaarmiut, har umleið 50 fólk búgva. Verkfallið hevur vart nóg leingi, og nú má ein loysn finnast, sum allir partar kunnu góðtaka Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn og formaður í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum. Einir 100 mótmælandi námsfrøðingur tóku ímóti Heðini Mortensen á flogvøllinum í Vágum seinnapartin, tá hann og aðrir býráðslimir komu aftur til landið eftir eina vitjan í Esbjerg. Heðin Mortensen lovaði á flogvøllinum, at hann fer at taka stig til ein fund millum partarnar. Fundurin verður í morgin, sigur Heðin Mortensen við útvarpið. Meira verður at frætta um málið í tíðindunum seinni í dag. Mynd Pedagogar í verkfalli hava prýtt Tinghúsvøllin við hjørtum og skeltum Tað dregur út hjá løgtinginum at avgreiða málið um heildarveitingina úr danska ríkiskassanum í ár. Tá uppskotið varð lagt fram í desember, høvdu ongar samráðingar verið millum landsstýrið og ríkismyndugleikarnar um at hækka blokkin, og tí stóð gamla upphæddin, 615,5 milliónir krónur, í uppskotinum. Víst varð tó á í viðmerkingunum til uppskotið, at samráðingar skuldu verða við stjórnina, og fyrr enn tær høvdu verið, bar ikki til at siga, hvussu stór endaliga ríkisveitingin verður í ár. Síðani hava samráðingar verið, og avtalað er, at heildarveitingin verður prístalsviðgjørd. Tí hækkar veitingin 8,6 milliónir upp í 624,1 millión krónur í ár. Fólkatingið hevur viðgjørt uppskotið frá danska fíggjarmálaráðharranum um at prístalsviðgera blokkin, og ætlanin var at avgreiða málið í hesi vikuni, men tað ber ikki til, tí bíðað verður eftir endaligu viðgerðini í løgtinginum. Og líkt er til, at fólkatingið noyðist at bíða eina løtu aftrat, tí málið er framvegis til viðgerðar í fíggjarnevndini. Nevndin hevði fund um málið fyrrapartin, og tað er aftur á skrá fyri fundin í fíggjarnevndini, sum verður týsdagin. Av tí at eingin lóg um heildarveiting úr ríkiskassanum er í gildi í løtuni, hevur eingin blokkur verið útgoldin í hesum árinum. Mynd Fíggjarnevndin viðger framvegis uppskotið um heildarveitingina fyri 2012. Tað var um reppið, at eldurin um borð á Athenu í oktober í 2010 breiddi seg til manningarrúmini. Opnar hurðar og lúkur, sum brandvaktirnar ikki lótu aftur, gjørdu, at eldurin fór av einum dekki upp á næsta dekk. Men eldurin í einum goymslurúmi, haðani hann kundi breitt seg til manningarrúmini, kódnaði av luftloysi Tað stendur í niðurstøðuni hjá donsku skaðanevndini, Den Maritime Havarikommission, sum kannaði óhappið fyri føroyska skipaeftirlitið. Ein formaður á verksmiðjuni og tvær brandvaktir, onnur á fyrsta dekki, har sum eldurin kyknaði, hin á øðrum dekki, hagar eldurin breiddi seg gjøgnum eina opna lúku, varnaðust ikki eldin. Teir hoyrdu sum hini umborð brandalarmin. Teir lótu ikki aftur opnar hurðar og opnar lúkur, tá eldurin var kyknaður. 500 tons av pappi Eldurin festi í 500 tons av pappi, og opnar dyr og opnar lúkur góvu eldinum luft. Tað bar ikki til at brúka eina nýggja sprinklaraskipan til at royna at sløkkja beinanvegin, tí manningin dugdi ikki nóg væl at brúka hana, og ikki slapst til at skrúva ventilarnar á skipanini fyri royki. Víst verður á, at brandvaktirnar og formenninir á verksmiðjuni lótu ikki hurðar og lúkur aftur. Vegleiðingin um at gera hetta hetta hevur ikki verið nóg effektiv. Royndirnar at sløkkja vórðu gjørdar eftir umstøðunum, og ikki sambært manningarlistanum, tí eingin yvirstýrimaður var við skipinum. Yvirstýrimaðurin stóð at hava yvirskipaðu leiðsluna, tá eldur skuldi sløkkjast. Skammlop og ljósbogi Frágreiðingin vísir tó eisini á, at manningin á Athenu megnaði at avbyrgja eldin við at lata aftur allar hurðar og lúkur uttaná, og tað gekst sera væl at fáa fólkið av skipinum í øllum góðum. Orsøkin til eldin var skammlop og ljósbogi við eina lampu heilt har frammi á niðasta dekkinum. Eldurin festi í pappeskjur ella í veggin, sum var úr viði. Verksmiðjutrolarin Athena var tann 27.oktober 230 fjórðingar í ein útsynning úr Scillyoyggjum á veg til fiskiskap við Mauretania í Norðurafrika, tá eldur kom í tíðliga um morgunin. Skipið var júst liðugt umvælt eftir eldin, sum var umborð í 2007. 111 fólk vóru við Athenu í oktober í 2010, og eingin fekk skaða. 9.mai í fjør var aftur eldur í Athenu. Hesa ferð varð skipið ikki gjørt aftur, men selt til Danmarkar til upphøggingar. Jákup Mikkelsen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur verið á fundi við norska fiskimálaráðharran, Lisbeth Berg Hansen, fyri at umrøða makreltrætuna. Fiskimálaráðið sigur í tíðindaskrivi, at Jákup Mikkelsen tók stig til fundin fyri at greiða norska fiskimálaráðharranum frá føroysku sjónarmiðunum viðvíkjandi samráðingunum millum strandarlondini um makrelin. Sambært Fiskimálaráðnum tók Lisbeth Berg Hansen undir við Jákupi Mikkelsen, at føroyski parturin í makrelbýtinum eigur at gerast størri enn í gomlu avtaluni, men Noreg kann tó ikki ganga føroyska kravinum á møti. Ráðharrarnir settu sína vón til, at komandi samráðingarumfar í Reykjavík í næstu viku kann flyta málið so mikið, at ein loysn kann fáast á hesi ósemjuni. Mynd Lisbeth Berg Hansen er norskur fiskimálaráðharri Í dokumentarsendingini fylgja vit yrkisleikbólkinum Tvazz í sínum arbeiði við at seta upp leikin, Tey óndu , eftir svenska rithøvundanum, Niklas R dstr m Leikurin er bygdur á nógv umrøddu hendingina í Liverpool í 1992, tá tveir tíggju ára gamlir dreingir, Robert Thompson og Jon Venables píndu og drupu tvey ára gamla James Bulger. Sendingin roynir at lýsa, hvussu henda ræðuliga hending verður gjørd til ein viðkomandi leik í Føroyum, har spurningar um felags ábyrgd og dirvi til at virka ímóti harðskapi og happing verða settir. Lagt til rættis Pætur M. Dahl Søkt verður nú eftir einum samskipara, sum skal seta í verk tey 18 átøkini í heildarætlanini Harðskapur í parlagi og nærsambondum, ið varð gjørd í fjør. Umframt at seta átøkini í verk, skal samskiparin eisini vera við til at menna eitt fyribyrgjandi umhvørvi. Tað er nú eitt ár síðan, at ein arbeiðsbólkur fór undir at gera heildarætlanina. Í arbeiðsbólkinum eru umboð úr Almannamálaráðnum, Vinnumálaráðnum, Heilsumálaráðnum, Innlendismálaráðnum og Mentamálaráðnum. Tey 18 átøkini í ætlanini fevna breitt. Eitt er at seta samskipara at hava ábyrgdina av, at átøkini verða sett í verk. Arbeiðsbólkurin hevur, síðani heildarætlanin varð løgd fram, arbeitt víðari við at útgreina átøkini í ætlanini. Úrslitið av hesum arbeiði er, at ein fylgifrágreiðing er latin landsstýrisfólkunum, sum varða av økinum, sigurVinnumálaráðið í tíðindaskrivi. Higartil hevur Vinnumálaráðið staðið fyri arbeiðinum. Men verkætlanin er nú flutt í Almannamálaráðið. Hetta kemst av, at í samgonguskjalinum er staðfest, at heildarætlanin eisini skal umfata kynsligan ágang móti børnum, sum er eitt øki beinleiðis undir Almannamálaráðnum. Á middegi fara grønlendingar at minnast tey trý fólkini, sum vórðu dripin í lítlu bygdini Nutaarmiut í gjár, í tøgn. Kuupik Kleist, landsstýrisformaður, og Josef Motzfeldt, landstingsformaður, hava heitt á fólkið um at minnast tey dripnu, og at vísa samkenslu við teimum avvarðandi og bygdarfólkinum. Grønlendska samfelagið er skelkað av sorgarleikinum í Nutaarmiut í gjár, tá trý fólk vórðu dripin, og tvey vórðu illa særd. Tað stendur um lív hjá øðrum av teimum særdu. Løgreglan hevur handtikið ein 20 ára gamlan mann, sum er undir illgruna fyri morðini í Nutaarmiut, umleið 100 kilometrar norðan fyri Upernavik, har umleið 50 fólk búgva. Grønlendska kringvarpið sigur, at tey deyðu og annar av teimum særdu eru skyldfólk. Sambært KNR var ósemja í húskinum atvoldin til sorgarleikin. Løgtingið eigur at ansa eftir ikki at fara upp í viðgerðina av einstøkum ítøkiligum málum. Ger tingið ikki tað, kann tað órógva og sáa iva um mannagongdir og avgerðir hjá Umboðsmanninum. Tað sigur Rættarnevndin, sum hevur viðgjørt uppskotið frá formansskapinum um ársfrágreiðingina hjá Løgtingsins Umboðsmanni fyri 2010. Nevndin heldur, at viðgerðin av umboðsmannafrágreiðingini í Rættarnevndini og Løgtinginum yvirhøvur eigur at vera á einum yvirskipaðum stigi. Umboðsmaðurin brúkar megin partin av síni tíð at viðgera kærur frá fólki, ið venda sær til stovnin. Umboðsmaðurin fær umleið 80 kærur um árið. í 2010 vóru nógvar kærur um innlitsmál. Hinvegin hava starvsfólkamálini verið færri seinastu árini. Spurningurin, um frágreiðingin frá Umboðsmanninum eigur at verða givin út í bók, hevur eisini verið umrøddur í Rættarnevndini. Nevndin tekur undir við ætlanini um at gera eina øðrvísi og minni árfrágreiðing fyri 2011, har størri dentur verður lagdur á hagtøl og greinar um ymisk viðkomandi evni. Einstøk mál skulu ikki viðgerast í frágreiðingini, tí tey kunnu lesast á heimasíðuni hjá Umboðsmanninum. Rættarnevndin mælir til at góðkenna frágreiðingina hjá Umboðsmanninum fyri 2010. Málið kemur til aðru viðgerð í tinginum seinnapartin. Mynd Sólja í Ólavsstovu er Løgtingsins Umboðsmaður Í vár verður ein nýggjur grunnur stovnaður, sum skal menna heilsuøkið í Føroyum. Stovnsfæið hjá grunninum verður 25 milliónir krónur. Hetta eru pengar, sum sjúkrakassarnir áttu, tá teir noyddust at víkja fyri Heilsutrygd. Í gjár legði Karsten Hansen, landsstýrimaður í heilsumálum, fram uppskotið um Sjúkrakassagrunn Føroya. Endamál grunsins er at veita stuðul til átøk og verkætlanir, sum kunnu menna heilsuøkið í Føroyum, men sum ikki eru partur av rakstrinum av heilsuverkinum annars. Talan kann vera um gransking og upplýsing. Ein nevnd verður sett at stýra Sjúkrakassagrunninum. Drúgvar samráðingar hava verið millum Heilsumálaráðið og Meginfelag Sjúkrakassa Føroya um ognirnar hjá teimum 11 sjúkrakassunum. Sjúkrakassarnir høvdu ta fatan, at talan var um ogn hjá sjúkrakassunum sum verandi privat feløg, men Heilsumálaráðið vísti á lógina um sjúkrakassar, sum sigur nakað annað. Nú eru partarnir vorðnir kortini samdir um, at allar ognir, pengar og hús, hjá sjúkrakassunum fara í nýggja grunnin. Bygningurin hjá Havnar Sjúkrakassa er ikki við í stovnfænum enn, tí hann er ikki seldur. Bókaða virðið er tvær milliónir og 240.000 krónur Men í 2010 varð mett, at hann kundi seljast fyri mangt slíkt, ella 8,5 milliónir. Sambært uppskotinum um viðtøkur fyri grunnin kann nevndin stovna eina ískoytistrygging, har sum limir kunnu fáa ískoyti til sjúkraviðgerð, heilivág og annað. Stórur munur er á pedagogum og fólkaskúlalærarum, tá ræður um fyrireiking. Stóri spurningurin í sáttmálatrætuni millum Pedagogefelagið, sum er í verkfalli, og arbeiðsgevararnar er fyrireikingartíðin. Sambært galdandi sáttmála hava pedagogar á barnaansingarstovnum ein tíma í miðal um vikuna at fyrireika pedagogiska arbeiðið. Lærarar hava ein hálvan tíma fyri hvørji trý korter, teir undirvísa. Egintíðin, sum hon eitur í sáttmálanum hjá Lærarafelagnum, er tíðin, lærarin brúkar til at ráðleggja, fyrireika og eftirmeta sína undirvísing, gera ársætlanir og samskifta við foreldur uttan fyri skúlatíðina. Pedagogar hava eina serliga skipan viðvíkjandi foreldrafundum og starvsfólkafundum. Munur er eisini á frælsinum hjá pedagogum og lærarum, tá tey fyrireika seg. Lærarasáttmálin sigur stutt og greitt, at lærarin ræður sjálvur fult og heilt yvir egintíðini. Í pedagogsáttmálanum stendur í greinini tíð til annað arbeiði, at hjá pedagogum á dagstovnum kann ein tími í miðal um vikuna brúkast til at fyrireika pedagogiska arbeiðið. Leiðarin á stovninum hevur ábyrgd av tilrættaleggjan av hesum arbeiði. Havstovan fer aftur í ár at kanna makrelstovnin, og hvørja ávirkan hann hevur á føroyska økið. Líknandi kanningar hjá Havstovuni í fjør vístu, at makrelurin kom í føroyskan sjógv tíðliga í mai mánaði. Royndarfiskiskapur síðst í november, har sjey nótaskip luttóku, vísti, at makrelurin tá var farin úr føroyskum sjógvi. Í fjør vórðu ongar kanningar gjørdar av makreli inni við land fyrstu mánaðirnar av kanningartíðarskeiðnum. Tí ber ikki til at siga neyvt, hvørja ávirkan makrelurin hevur á vistskipanina í føroyskum øki. Hesar kanningar ætlar Havstovan at gera í ár. Havstovan vónar at fáa royndir av makreli á landgrunninum tíðliga í summar, soleiðis at staðfestast kann, hvørja ávirkan makrelurin hevur á annað lív í føroyskum sjógvi. Endalig frágreiðing verður latin Fiskivinnugransking við ársenda. Seinnapartin fara løgtingsfólk at viðgera sítt egna endurgjald fyri at ferðast til Havnar. Javnaðarflokkurin hevur uppskot til samtyktar um at laga kostnaðarendurgaldið til samferðsluna nú á døgum. Rigmor Dam, løgtingskvinna, sum legði uppskotið fram, sigur at galdandi lóg er frá 1999. Síðani tá eru vorðið munin lættari og skjótari at ferðast í Føroyum. Tí er verandi endurgjald í ávísan mun eitt stórt, skattafrítt lønarískoyti, sum onnur fólk ikki hava, sigur Rigmor Dam. Rigmor Dam og Javnaðarflokkurin vilja eisini hava løgtingið at broyta lógina um samsýning og eftirløn landsstýrismanna, tí eisini landsstýrisfólk fáa stórt endurgjald, búgva tey uttanfyri høvuðsstaðarøkið. Og endurgjaldið, sum landsstýrisfólk kunnu fáa í staðin fyri frí hús, skal strikast, sigur Javnaðarflokkurin. Lógarbroytingin fer at spara landskassanum 900.000 krónur um árið, soleiðis sum landsstýrið nú er mannað, sigur Javnaðarflokkurin. Javnaðarflokkurin skjýtur upp í einum øðrum tingmáli, at pengarnir, sum verða spardir, tá landsstýrisfólk fara at fáa minni endurgjald, verða brúktir til at kanna, hvørji politisk tiltøk kunnu fáa prísirnar í Føroyum niður. Tað uppskotið skal eisini hava fyrstu viðgerð í dag. Hesi løgini vóru at hoyra í sendingini Løggildingarnar í grannskoðaramálinum eru ólógligar. Tí eigur Skrásetingin at kanna, um tær kunnu takast aftur. Tað sigur danski kamaradvokaturin í einum uppriti til Skráseting Føroya, sum er dagfest 7.oktober í fjør. Jákup Eyðfinn Kjærbo, sum løgmaður setti sum fyribils stjóra á Skrásetingini at kanna, um til bar at taka løggildingina aftur, bað kamaradvokatin, advokatvirkið Poul Schmith, um eitt upprit. Kamaradvokaturin er eitt privat advokatvirki, sum hevur avtalu við statin um at arbeiða fyri donsku miðfyrisitingina. Jákup Eyðfinn Kjærbo gjørdi av at taka løggildingina aftur frá fýra grannskoðarum alt fyri eitt. Hinir fimm fáa eitt ár at standa kravdu próvtøkuna, sum krevst fyri at fáa løggildingina. Annars missa eisini teir løggildingina. Sjey av teimum níggju grannskoðarunum hava kært avgerðina til løgmann. Karsten Revsbech, professari í løgfrøði, sum Christian Andreassen, advokatur hjá teimum sjey grannskoðarunum, spurdi, sigur eisini, at løggildingarnar eru ólógligar og eiga at takast aftur. Men ikki fyrr enn um eitt ár og ikki, um grannskoðararnir hava staðið royndina, áðrenn árið er farið. Og royndin eigur at vera lættari enn tann vanliga royndin. Karsten Revsbech útilokar ikki, at ein dómstólur, millum annað Evropeiski mannarættindadómstólurin, kann gera ta niðurstøðu, at grannskoðararnir varðveita løggildingina uttan at fara til roynd. Einki røkist fyri semju millum Pedagogfelagið og arbeiðsgevararnar, sum eru Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum. Hvørgin partur hevur biðið mótpartin koma á fund, og hvørgin partur sigur seg vera sinnaðan at flyta seg. Vit hava ikki flutt okkum, sigur Karl A. Olsen, næstformaður í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, sum ikki vil gera samrøðu við útvarpið um málið. Vit samráðast ikki gjøgnum fjølmiðlarnar, sigur hann. Støðan hjá arbeiðsgevarunum er, at fyrireikingartíð hoyrir undir rættin hjá leiðsluni at leiða og fordeila arbeiðið. Harumframt er er tað eisini ein spurningur um, hvør skal gjalda fyri fyrireikingartíðina, sigur Karl A. Olsen. Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevur enn ikki tikið stig til at boðsenda Pedagogfelagnum á fund. Og hinumegin borðið hevur Pedagogfelagið heldur ikki boðað til fundar. Okkara støða er tann sama, vit hava ikki flutt okkum, sigur Maud Wang Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum. Hon hevur ikki hug at tosa um, hvørt ein broyting í dagstovnalógini, ið ásetir fyrireikingartíð til námsfrøðingarnar, kann loysa knútin. Mentamálaráðið er ikki okkara sáttmálapartur, so tað er ikki okkara borð at diskutera tann spurningin, sigur Maud Wang Hansen. Skammlop og ein ljósbogi við eina lampu í lastini á fyrsta dekki var orsøkin til eldin um borð á Athenu, tá hon var á veg til fiskiskap við afrikansku strondina 27.oktober í 2010. Tað er niðurstøðan í frágreiðingini hjá Den Maritime Havarikommission, sum kannaði óhappið fyri føroyska skipaeftirlitið. Sambært frágreiðingini kyknaði eldurin í lastini á fyrsta dekki, og fór skjótt gjøgnum eina opna lúku upp til eitt pakkirúm á øðrum dekki. Har vóru nógvar pappeskjur til fisk, og eldurin vaks tí skjótt, eisini tí luft slapp til gjøgnum opnar dyr og lemmar í skottunum. Verksmiðjutrolarin var staddur 230 fjórðingar í ein útsynning úr Scillyoyggjum á veg til fiskiskap við Mauretania í Norðurafrika, tá eldur kom í. Skipið var júst liðugt umvælt eftir eldin, sum var umborð í 2007. 111 fólk vóru við Athenu í oktober í 2010, men eingin fekk skaða. 9.mai í fjør var aftur eldur í Athenu, meðan hon lá á Runavík. Hesa ferð varð skipið ikki gjørt aftur, men selt til Danmarkar til upphøggingar. Trý fólk eru funnin dripin, og tvey eru særd í einum húsum har norðuri í Grønlandi, men tað er ógreitt, um tey deyðu eru skotin, upplýsir grønlendska løgreglan. Fólkini eru funnin í bygdini Nutaarmiut nærindis Upernavik í Norðurgrønlandi. Vit fingu eina fráboðan um átta tíðina grønlendska tíð í morgun. Tann, sum boðaði frá, hevur upplýst, at hann fann trý deyð og tvey illa særd fólk í íbúðini, sigur Claus Lyngholm Risbjerg, sum starvast hjá grønlendska fútaembætinum, við danskar miðlar. Ein tyrla við lækna og sjúkrarøktarfrøðini er á veg til Nutaarmiut. Sambært grønlendsku hagstovuni búgva 46 fólk í bygdini. Umhvørvisstovan hevur givið Vestmanna kommunu undantak frá kravinum um umhvørvisárinsmeting í sambandi við, at kommunan setur vatnturbinu á eina drekkivatnsleiðing Vestmanna kommuna ætlar at seta eina vatnturbinu á drekkivatnsleiðingina frá Krákugjógv til vatnbrunnin við Gjógvará, og vinna elorku úr drekkivatninum. Sambært elveitingarlógini skal gerast ein umhvørvisárinsmeting, sum Umhvørvisstovuni skal góðkenna, áðrenn loyvi kann verða veitt til elframleiðslu. Tó kann Umhvørvisstovan veita undantak frá hesum kravi. Av tí at einki inntriv er á náttúruna at taka vatn, leggja vatnleiðing ella vegagerð metir Umhvørvisstovan, at verkætlanin ikki hevur nakað árin á náttúru ella umhvørvi, meiri enn tað, sum longu er gjørt. Tí hevur Umhvørvisstovan tikið avgerð um at geva kommununi undantak frá kravinum um umhvørvisárinsmeting. Ein broyting í dagsstovnalógini kann loysa knútin í sáttmálatrætuni millum land og kommunur og Pedagogfelagið. Við at seta fyrireikingina í lógina verður hon ikki longur partur av sáttmálasamráðingunum. Kommunala Arbeiðsgevarafelagið heldur, at verða fleiri tímar settir av til fyrireiking, er talan um fasta starvsskipan, sum kann samanberast við ta hjá fólkaskúlalærarum, men sum als ikki er í samsvari við verandi grundarlag og fakligu krøvini í dagstovnalógini. Fortreytirnar í dagstovnalógini mugu tí broytast fyrst, sigur Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Mentamálaráðið eigur dagsstovnalógina. Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, sigur, at hesin møguleikin at taka fyrireikingina við í lógina hevur ikki verið til viðgerðarí Mentamálaráðnum. Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum hevur ta støðu, at fyrireiking hevur einki at gera í sáttmálum. Leiðslan á arbeiðsplássinum ger av í samráði við starvsfólkini, hvussu nógv tíð skal brúkast til fyrireiking, sigur Snorri Fjalsbak, stjóri á Lønardeildini. Lønardeildin hevur tó ikki kravt, at fyrireiking verður tikin úr sáttmálunum hjá Pedagogfelagnum og Lærarafelagnum. Einki røkist fyri semju millum Pedagogfelagið og arbeiðsgevararnar, sum eru Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum. Hvørgin partur hevur biðið mótpartin koma á fund, og hvørgin partur sigur seg vera sinnaðan at flyta seg. Framgongdin í lønarútgjaldingunum, sum hevur verið seinasta hálva árið, heldur fram. Í januar vórðu goldnar 520 milliónir krónur í lønum, og hetta eru 14 milliónir meiri enn í januar í fjør, upplýsir Hagstovan. Framgongdin er 2,7 prosent. Høvuðsorsøkin til framgongdina í vetur er, at meiri er goldið í hýrum, men í januar vóru hýrurnar lægri enn sama mánað í fjør. Lønirnar í fiski, ali og aðrari ráevnisvinnu minkaðu 3,4 prosent. Hinvegin var stórur vøkstur í lønarútgjaldingunum í privatu tænastuvinnuni, ella 7,2 prosent. Tað eru serliga sjóflutningur og vinnuligur tænastur, sum eiga vøksturin. Eins og undanfarin úr fingu mannfólkini 59 prosent av lønarútgjaldingunum og kvinnurnar 41 prosent. Ein maður lærdi at koyra bil í Havn samstundis sum hann var við einum rækjutrolara við Kanada. Hetta bar illa til, helt Akstovan, sum meldaði koyrilæraran fyri at geva Akstovuni skeivar upplýsingar í umsóknini um koyrikort til næmingin. Sambært umsóknini hevði næmingurin 22 tímar í tíðini, hann var til skips. Koyrilærarin, sum noktaði seg sekan, fekk 30 daga fongsulsrevsing, men dómurin er treytaður. Harafturat fekk hann 5.000 krónur í bót. Akstovan meldaði koyrilæraran, hóast hann bønaði og bað stjóran á Akstovuni geva sær eina ávaring í staðin fyri. Koyrilærarin vildi bara hjálpa einum sjómanni, stendur í telduposti frá honum, sum er endurgivin í dóminum hjá Føroya rætti. Ein annar koyrilærari fekk sama dag ein harðari dóm, eisini fyri at geva Akstovuni skeivar upplýsingar um ein næming, sum skuldi hava koyrikort. Hesin koyrilærarin skrivaði í umsóknini, at næmingurin, sum skuldi taka koyriroynd fyri at fáa koyrikortið aftur, hevði fingið serliga undirvísing í átta dagar, hóast hetta ikki var so, tí hann var í Noregi nakrar av døgunum. Koyrilærarin er eisini dømdur fyri við áleypandi atburði at krevja at fáa lesiætlanina hjá næmingunum aftur frá Akstovuni. Hann fekk lesiætlanina, men kom ongantíð aftur við henni á Akstovuna. Koyrilærarin noktaði seg sekan, men fekk 40 daga treytaleysa fongsulsrevsing. Hann er fyrr dømdur fyri at hava brotið kunngerðirnar um koyrikort og koyrifrálæru. Edmund Joensen, fólkatingsmaður, fegnast um, at ríkisveitingin verður prístalsviðgjørd, men hann sigur seg hava ein varhuga av, at landsstýrið hevur ikki fingið veruligan møguleika at samráðast um støddina á heildarveitingini. Edmund Joensen helt røðu í fólkatinginum, tá uppskotið um ríkisveitingina var til 2. viðgerð í dag. Eftir míni fatan hevur stjórnin sýnt vantandi vilja at eftirlíka ynskjunum frá landsstýrinum um at dagføra blokkstuðulin. Og tað eru vit ikki von við, tá ið ræður um andan í ríkisfelagsskapinum og góðu siðvenjuni, segði Edmund Joensen. Hann segði, at tað er gott, at fastfrystingin er løgd afturum, tí hon hevur útholað virðið á veitingini, og tað var meiningsleyst. Edmund Joensen segði, at síðani skipanin við ríkisveiting kom í 1987, hava Føroyar yvirtikið fleiri málsøki. Men Føroyar og Danmark hava framvegis fleiri felagsmál, og tá er vanligt at býta útreiðslurnar rímiliga. Tað undrar meg, at stjórnin nú vil nakað annað. Sjálvandi veit eg, at tað var eitt fullveldislandsstýri, sum skarvaði av ríkisveitingini og læsti hana fasta. Men tað mistakið eigur tó ikki at raka eitt nýtt landsstýri, sum hevur ein nýggjan politikk, segði Edmund Joensen. Hann vísti á, at ríkisveitingin verður tikin uppaftur í heyst. Sostatt er møguleiki fyri at fylgja siðvenjuni, har ið virðiligar og veruligar samráðingar eru millum stjórnina og landsstýrið, segði Edmund Joensen í røðu síni í fólkatinginum. Vit hava boðið Pedagogfelagnum at koma til samráðingar, og vit bíða framvegis eftir svari. Tað sigur Heðin Mortensen, formaður í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, nú forkvinnan í Pedagogfelagnum hevur funnist at honum fyri at verða farin av landinum, meðan verkfall er. Maud Wang Hansen segði við Útvarpið í dag, at tað er ikki at vísa virðing fyri landsins borgarum, at borgarstjórin í Havn og formaðurin í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum er farin av landinum, meðan 1900 pedagogar og hjálparfólk eru í verkfalli. Heðin Mortensen er staddur í Esbjerg í arbeiðsørindum. Tá eg eri burturstaddur tekur næstformaðurin, Karl Olsen, yvir. Og KAF hevur onnur kompetent og væl kvalifiserað fólk til arbeiðis. Er nakað aktuelt, sum krevur, at eg noyðist at møta, so komi eg heim sum skjótast. Tað er ikki meira innviklað enn tað. Flogførini flúgva tríggjar ferðir um dagin, sigur Heðin Mortensen í einum tíðindaskrivi seinnapartin . Vit hava boðið Pedagogfelagnum til samráðingar, og vit bíða framvegis eftir einum svari. Tá tað er komið, kann eg í samráð við KAF taka støðu til, um tað er neyðugt, at eg møti til samráðingar, sigur Heðin Mortensen, formaður í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, í tíðindaskrivinum Tað er ikki vist, at tað verður ókeypis at koyra í Vágatunlinum og Norðoyatunlinum, tá teir eru útgoldnir. Tað skiltist á Kára P Højgaard, landsstýrismanni í innlendismálum, tá hann svaraði einum fyrispurningi á ungdómstinginum í dag. Skuldin í teimum báðum undirsjóvartunlunum minkar skjótt, og hon er nú tilsamans 155 milliónir krónur. 60 milliónir eru eftir av skuldini hjá Vágatunlinum, og 95 milliónir eru eftir av skuldini hjá Norðoyatunlinum. Kári P. Højgaard segði, at einar 30 milliónir krónur av skuldini eru goldnar skjótari enn ætlað, men tað kostar at halda tunlarnar viðlíka, og tí fara hesar 30 milliónir helst at síggjast aftur í utreiðslunum til viðlíkahald, segði landsstýrismaðurin. Tað skiltist eisini í svarinum frá Kára P. Højgaard, at samgongan hevur ikki avgjørt, hvussu framtíðin skal vera, tá ið ræður um fast samband millum oyggjar. Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum. Føroyingar halda, at vakmyndatól á almennum støðum eru í lagi. 81 prosent av teimum spurdu í kanningini, sum Gallup gjørdi fyri Dátueftirlitið, svaraðu ja, tá tey blivu spurd, um tað skal vera loyvt at hava vakmyndatól á almennum støðum, so sum handlum. 12 prosent svaraðu nei. Eitt sindur fleiri menn enn kvinnur hava ongan ampa av vakmyndatólunum. Yngri fólk eru, minni ræðast tey bakmyndatólini. Serliga tey, sum eru 60 ár ella eldri, eru ivingarsom. Kanningin vísir eisini, at tey við teimum høgu inntøkunum góðtaka vakmyndatólini betur enn tey lágløntu. Áhugavert er eisini, at í Sandoynni eru nógv færri, sum svara ja enn aðra staðni í landinum. Fólk vórðu eisini spurd, hvar vakmyndatól eiga at vera loyvd. Har fingu handlar 78 prosent, og aftast eru matstovur við 39 prosentum. Náttarlív og vakmyndatól verða ofta nevnd í sama setningi. Gallup spurdi um vakmyndatól á vertshúsum og barrum, í lagi svaraðu 51 prosent, á Tinghúsvøllinum og Vaglinum í Havn, í lagi svaraðu 61 prosent, og 62 prosent vilja hava eftirlit í Steinatúni og Klubbagarðinum, sum eisini eru í Havn. Tað er ikki ókeypis at biðja advokatar viga og meta um gegnið hjá tær. Tað kostaði Fiskimálaráðnum 31.500 krónur at fáa advokatin, Anfinn V. Hansen, at meta um gegnið hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum. Fiskimálaráðið bað sjálvt Anfinn V. Hansen um at meta um gegnið hjá Jákupi Mikkelsen, sum er svágur Hanus Hansen, reiðara. Fiskimálaráðið bað sjálvt Anfinn V. Hansen um at meta um gegnið hjá Jákupi Mikkelsen, sum er svágur Hanus Hansen, reiðara. Spurt varð um gegnið í trimum ítøkiligum førum. Um fyrireikingina í samband við ætlanina hjá landsstýrinum at seta fram lógaruppskot um at áseta avreiðingargjald fyri uppsjóvarfisk. Um samráðingar við íslendingar um nýggjan fiskiveiðusáttmála. Og um avgerð um fiskiskap við Flemish Kap. Uppritið viðger ikki aðrar støður, har ógegni kann vera, ella generella gegnið hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum. Niðurstøðan hjá advokatinum var, at tað í hesum trimum ítøkiligu førum ikki er ein gegnistrupulleiki hjá landsstýrismanninum, at hann er svágur reiðaran. Fyri hesa niðurstøðu skal Fiskimálaráðið rinda 31.500 krónur, tá er meirvirðisgjald íroknað. Síðani henda niðurstøðan varð gjørd, hevur Jákup Mikkelsen sagt seg verða ógegnigan í summum førum, og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, umsitur nú makrelsamráðingarnar og fiskivinnuavtaluna við Grønland. Í hesum sambandi er Andras Kristiansen, deildarleiðari í Fiskimálaráðnum, fluttur Løgmansskrivstovuna at starvast fyribils. Hann hevur millum annað verið leiðari hjá føroysku samráðingarnevndini í makrelmálinum. Ljóð og video hevur hakkað, spælt seint, og í øðrum førum hevur tilfar ikki spælt. Vit kanna í løtuni trupulleikan, og vónandi verður ein loysn funnin komandi dagarnar. Haldi okkum til góðar Ein lítil triðingur av borgarunum í í Eysturkommunu vil, at kommunan heldur fram sum sjálvstøðug kommuna, og nærum eins nógv vilja leggja saman við Fuglafjarðar kommunu. Tað vísir ein kanning, sum kommunan hevur latið gjørt, og sum varð almannakunngjørd á borgarafundi í gjárkvøldið. 20 prosent svara, at tey vilja leggja saman við allari Eysturoynni, seks prosent svara annan møguleika, er fyrst og fremst Klaksvík, og 15 prosent siga seg ikki vita. Eftir ætlan verður fólkaatkvøða um kommunusamanlegging í mars. Landsstýrismaðurin í innlendismálum, Kári P. Højgaard, hevur sagt, at stendur tað til hansara, verður landið býtt í sjey kommunur. Eftir tí leistinum verður øll Eysturoyggin ein kommuna. Uppskotið um at prístalsjavna ríkisveitingina til Føroya kemur til endaliga viðgerð í fólkatinginum í dag, og báðir føroysku fólkatingsmenninir verða við í viðgerðini. Í gjár skrivaðu vit á heimasíðuni, at Edmund Joensen og Sjúrður Skaale skuldu skifta orð um blokkstuðulin í kjak partinum í Degi og Viku í kvøld. Tað var eitt mistak. Teir báðir fólkatingsmenninir fara at kjakast um spurningin, um Danmark skal stuðla Føroyum ella ES, nú ES hóttir við at seta tiltøk í verk ímóti Føroyum, tí ósemja er um makrelmálið. Beinta Løwe Jacobsen verður vertur í kjakinum í Degi og Viku, sum byrjar klokkan 19. Avlopið hjá BankNordik samtakinum í fjør verður neyvan so stórt sum væntað. Bankin hevur lækkað metingarnar av ársúrslitinum fyri 2011, skrivar Børsen. Bankin væntar nú, at avlopið verður 15 25 milliónir krónur. Gomlu metingarnar søgdu, at avlopið fór at verða 50 80 milliónir krónur. Ódnirnar í november og desember eiga sína orsøk í lækkaðu metingini hjá bankanum. Skaðarnir í illveðrinum kostaðu tryggingarfelagnum Trygd, sum BankNordik eigur, einar 20 25 milliónir krónur. Haraftrat eru niðurskrivingarnar á útlánum størrii enn væntað, nevniliga 90 100 milliónir krónur. Metingin segði 50 100 milliónir. Úrslitið hjá BankNordik fyri 2011 verður almannakunngjørt 20. mars. Skipara og Navigatørfelagið sigur seg vera sinnað at gera ein fimm ára sáttmála fyri sínar limir við Strandferðsluni. Vit eru til reiðar at gera eina skipan, sum tryggjar, at skipini hjá Strandferðsluni ikki verða løgd av arbeiðsósemjum, sigur Eyðstein Djurhuus, formaður í Skipara og Navigatørfelagnum, við Sosialin. Í staðin fyri lønarhækking biður felagið um at stytta arbeiðstíðina hjá yvirmonnunum. Hjá okkum verður høvuðsmálið ikki sjálv lønin, men at skerja 13 tímar av arbeiðstíðini um mánaðin, sigur Eyðstein Djurhuus við Sosialin. Eftir galdandi sáttmála arbeiða yvirmenninir 213 tímar um mánaðin, og tað er sambært felagnum 13 tímar meiri enn altjóða ásetingar. Sáttmálin millum Skipara og Navigatørfelagið og Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum gekk út 1. oktober í fjør. Enn er tó ikki ásett, nær sáttmálasamráðingarnar byrja. Mynd Eyðstein Djurhuus er formaður í Skipara og Navigatørfelagnum. Royndi samráðingarleiðarin í makrelmálinum, Andras Kristiansen, hevur fingið boð um, at hann fyribils skal arbeiða fyri løgmann og ikki í Fiskimálaráðnum, har hann hevur verið deildarleiðari í fleiri ár. Tað skrivar løgmaður í brævi til Fiskimálaráðið, sum útvarpið hevur fingið innlit í. Orsøkin er, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jákup Mikkelsen, er ógegnigur í millum annað málinum um býtiðnum av makrelkvotuni og býtinum av føroysku kvotuni í fiskivinnuavtaluni við Grønland. Tí kunnu hesi mál ikki viðgerast í Fiskimálaráðum, og løgmaður hevur tí gjørt av sjálvur at taka sær av víðari samráðingunum um makrelin og fiskivinnuavtalurnar við Grønland. Og at hjálpa sær hevur hann í fyrsta umfari fingið Andras Kristiansen, sum hevur drúgvar royndir í samráðingunum um makrelin. Seinni verða eftir øllum at døma fleiri starvsfólk flutt úr Fiskimálaráðnum, tí landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur gegnistrupulleikar. Í skrivinum stendur, at í sambandi við hesi mál verða avís starvsfólk í Fiskimálaráðnum, fyri fyrst Andras Kristiansen, deildarstjóri, flutt á Løgmansskrivstovuna at starvast, meðan hesi mál verða viðgjørd. Og hetta ber eftir øllum at døma til, hóast embætisfólkini í Fiskimálaráðnum í útgangsstøðinum øll eru ógegnig, tá teirra landsstýrismaður er ógegnigur. Sambært eini frágreiðing hjá Fólkatingsins Umboðsmanni ber til at flyta starvsfólk millum ráð í slíkum førum fyri at tryggja, at fakkunnleikin fylgir við, tá mál verða flutt, tí ráðharrin er ógegnigur. Hvussu nógv fólk nú verða flutt úr Fiskimálaraðunum á Løgmansskrivstovuna, er ógreitt. Heldur ikki er greitt, um hesi starvsfólkini skulu flyta millum Fiskimálaráðið og Løgmansskrivstovuna alt eftir, hvar málini skulu viðgerast, og hvussu gegnið hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum kann hugsast at ávirka tey. Í dag eru 100 dagar síðani løgtingsvalið 29. oktober, tá Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin fingu størstu undirtøkuna, átta tingsessir hvør. Teir báðir stóru flokkarnir fingu Miðflokkin og Sjálvstýrisflokkin aftur at sær, og borgarliga samgongan hevur 19 tingsessir. Mest eyðsýnda broytingin í politikkinum er helst nýggja skattaskipanin, sum gevur teimum ríku størsta skattalættan. Skaattalættin verður fíggjaður við at skatta eftirløn við inngjaldi. Hvussu hevur henda fyrsta tíðin hilnast Hvvussu hevur løgmaður klárað seg, og hvørjir stríðsspurningar kunnu vit vænta fara at taka seg upp í samgongusamstarvinum í framtíðini Í útvarpstíðindunum í kvøld klokkan 18 fara Hallbera F. West og Stefan í Skorini, stjórnmálafrøðingar, at meta um teir fyrstu 100 dagarnar hjá landsstýrissamgonguni. Dia Midjord leggur til rættis. Ein granskarabólkur úr Føroyum, Svøríki, Skotlandi og Fraklandi hevur júst fingið grein í altjóða tíðarritið Journal of Autism and Developmental Disorders. Greinin byggir á kanning av autismu millum 15 24 ára gomul í Føroyum. Í 2002 varð gjørd ein umfatandi kanning av øllum 7 16 ára gomlum børnum í Føroyum fyri at finna tey, sum hava ASD autism spectrum disorder . Í 2009 varð farið afturumaftur, og somu árgangir nú 15 24 ár vórðu kannaðir av nýggjum fólkum fyri at eftirkanna fleiri viðurskifti, m.a um nakrir tilburðir vantaðu í 2002, og serstakliga um tað vóru tilburðir hjá gentum, sum ikki vórðu funnir í 2002. Í upprunaligu kanningini vórðu staðfestir 43 tilburðir, 36 dreingir og sjey gentur. Í kanningini í 2009 vórðu staðfestir 24 tilburður afturat, 13 dreingir og 11 gentur. Hetta vísir, at tað hevur verið truplari at staðfesta autismu hjá ungum gentum. Rithøvundarnir eru Eva Ko ovská, Rannvá Biskopstø, I. Carina Gillberg, Ása Ellefsen, Hanna Kampmann, Tormóður Stórá, Eva Billstedt og Christopher Gillberg. Føroysku granskararnir arbeiða á Psykiatriska Deplinum og á Sernámi, og samstarva við Ílegusavnið um verkætlanina. Verkætlanin hevur millum annað fingið stuðul úr Granskingargrunninum. ES fær minni fisk, og Grønland fær meiri pening Grønlendska landsstýrið hevur gjørt nýggja avtalu við ES um rættin hjá ES skipum at fiska botnfisk í grønlendskum sjógvi. Avtalan er galdandi frá 2013 til 2015. ES skal rinda Grønlandi 143 milliónir krónur um árið. Í galdandi avtalu fær Grønland 121 milliónir um árið. Harafturat verða kvoturnar hjá ES minni. Toskakvotan minkar 1.300 tons, niður í 2.200 tons. Kongafiskakvotan minkar 3.000 tons, niður í 5.000 tons. ES fær 6.800 tons av svartkalva í staðin fyri 10.000 tons, og 200 tons av kalva í staðin fyri 1.200 tons. Kvoturnar hjá ES minka tí góð 37 prosent, men ES skal rinda góð 15 prosent meira fyri fiskin. Vinnumálaráðið væntar sær nógv burturúr at leggja saman Jarðfeingi, eftirlitisstovnarnar á Skálatrøð og endurstovnaða Ferðaráðið. Stovnarnir skulu leggjast saman í eitt nýtt Vinnustýri. Sambært eini frágreiðing, Vinnustýrið skitsa til samanlegging og effektivisering , sum útvarpið hevur fingið innlit í, ber til at spara pengar, effektivisera virksemið og skapa sterkari fakligt umhvørvi við at leggja stovnarnar saman. Ítøkiliga er talan um at leggja saman Jarðfeingi, Elveitingareftirlitið, Fjarskiftiseftirlitið, Skráseting Føroya, Kappingareftirlitið, Tryggingareftirlitið, Posteftirlitið og endurstovnaða Ferðaráðið. Samlaða játtanin til hesar stovnar er í dag 32 milliónir krónur. Men teir tjena eisini pengar. Brúkaragjøld av ymsum slag geva 15 milliónir í inntøku, so netto kosta teir tilsamans 17 milliónir. Tilsamans arbeiða 45 fólk á hesum átta stovnum, ið Vinnumálaráðið ætlar at leggja saman í eitt nýtt Vinnustýri. Frágreiðingin hevur einki boð uppá, hvussu nógv til ber at spara við at leggja saman stovnarnar. Tó verður staðfest, at sambært langtíðar játtanarkarminum skulu stovnarnir undir Vinnumálaráðnum spara tilsamans 15 milliónir krónur næstu fimm árini, og tí er neyðugt við áhaldandi umleggingum og rationaliseringum. Sambært frágreiðingini skulu Jarðfeingi og eftirlitisstovnarnir á Skálatrøð eisini leggjast saman fysiskt. Víst verður á, at stovnarnir hava ræði á meira enn 2000 fermetrum, og tað er væl meira enn neyðugt. Tí, sigur frágreiðingin, ein leyslig tørvsmeting er áleið 1000 til 1500 fermetrar. Jarðfeingi og stovnarnir á Skálatrøð rinda tilsamans góðar 1,8 millión krónur um árið í húsaleigu. Í frágreiðindini Vinnustýrið skitsa til samanlegging og effektivisering verður einki sagt um, hvar nýggja Vinnustýrið skal halda til. Har stendur bara, at samanleggingin skal vera framd 1. juli 2012, og fysisku karmarnir eiga at verða loystir 1. januar 2013. Við útvarpið í vikuni segði Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, at hann hevur fingið politiska undirtøku í landsstýrinum til at fremja samanleggingina. Grundlógaravhoyringin fyrrapartin var fyri afturlatnum hurðum. Tað kravdi Finn Ougaard, ákæri, og verjin, Bjørn á Heygum, hevði onga viðmerking um tað. Dómarin góðtók grundgevingina fyri kravinum hjá ákæruvaldinum um, at almennur rættarfundur og tá almenn umtala kann særa 17 ára gomlu gentuna óneyðuga nógv. Tey fýra tíðindafólkini, sum vóru í rættarsalinum, vórðu beind á dyr. Tann 19 ára maðurin er skuldsettur fyri at hava lagt á 17 ára gomlu gentuna klokkan tíggju minuttir í fýra sunnumorgunin á Hoydalsvegnum og drigið hana inn í Viðarlundina, har hann legði hana niður á bakið. Neyðtøkuroyndin varð fráboðað klokkan sjey minuttir yvir fýra. Sambært skuldsetingini var neyðtøkuroyndin komin langt áleiðis, tá fólk á Hoydalsvegnum hoyrdu neyðarrópini frá gentuni. Tá hvarv álopsmaðurin. Maðurin varð eftirlýstur í miðlunum í gjár. Politiið hevði eina neyva lýsing av honum, og klokkan hálvgum tíggju í gjárkvøldið varð maðurin, sum býr á bygd, tikin. Tað var ikki nógv um tann unga mannin í rættarsalinum fyrrapartin, og verjin svaraði fyri hann, tá hann varð spurdur, um hann játtaði ella noktaði seg sekan. Hann noktar seg sekan. Finn Ougaard, varafúti, upplýsir fyri Útvarpinum, at politiið veit ikki enn, um hetta er sami maður, sum er eftirlýstur fyri tríggjar neyðtøkuroyndir í Havn í fjør, í juni, juli og oktober. So langt eru vit ikki komin enn, sigur Finn Ougaard. 19 ára gamli maðurin er skuldsettur fyri neyðtøkuroyndina sunnumorgunin. Rætturin avgjørdi, at 19 ára gamli maðurin skal varðhaldsfongslast í fýra vikur, og hann skal eisini mentalkannast. Sauli Niinist vann forsetavalið í Finnlandi í gjár. Fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin úr Savningarflokkinum fekk 62,6 prosent av atkvøðunum. Tað var betri enn eg væntaði, sigur nýggi forsetin, sum sambært Ritzau lovar at vera forseti hjá øllum finnlendingum. Mótstøðumaðurin, fyrrverandi menningar og umhvørvisráðharrin, Pekka Haavisto úr Grøna Flokkinum, fekk 37,4 prosent av atkvøðunum. Báðir taka undir við evruni. Niinist verður 12 forseti Finnlands, og tað er fyrstu ferð í 55 ár, at Savningarflokkurin fær forsetan, og fyrstu ferð í 30 ár, at ríkisleiðarin ikki er sosialdemokratur. Nýggi forsetin tekur við eftir væl umtóktu Tarju Halonen, sum ikki kundi stilla uppaftur, tí hon hevur sitið tvey valskeið. Hon var landsins fyrsti kvinnuligi forseti. Sauli Niinist tekur við 1. mars. Bjarni Djurholm, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, vil nú hava at vita, hví Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, hevur avgjørt at flyta skipara og maskinistútbúgvingarnar úr Havn til Klaksvíkar í august næsta ár. Bjarni Djurholm hevur sett Birni Kalsø munnligan fyrispurning, sum væntandi verður svaraður í tinginum mikudagin, tá munnligir fyrispurningar eru á skránni. Tingmaðurin hjá Fólkaflokkinum sigur, at avgerðin er tikin, uttan at parlamentariska skipanin er hoyrd í málinum frammanundan. Hann sigur, at Bjørn Kalsø heldur seg ikki til tilmælið um maritimu útbúgvingarnar, sum varð handað Helenu Dam á Neystabø, táverandi landsstýriskvinnu, í 2010. Har verður mælt til, at maritimu útbúgvingarnar og skeið verða skipað í Havn, men at partur av skeiðvirkseminum kann vera aðrastaðni. Bjarni Djurholm sigur, at í løtuni eru umleið 300 lesandi á Vinnuháskúlanum í Havn, sum svara til 13 flokkar, meðan umleið 25 næmingar, ein flokkur, lesa til skipara í Klaksvík. Klokkan 10 fyrrapartin setti Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, Ungdómstingið 2012. Tilsamans níggju lógaruppskot og uppskot til samtyktar eru á skránni. Millum annað hava næmingar úr Nám X í Eysturskúlanum í Havn lagt uppskot fram um at broyta fólkaskúlalógina, soleiðis at kristniundirvísingin í framhaldsdeildini verður broytt til at snúgva seg um heimsátrúnað og religión. Næmingar úr Vágs skúla leggja fram uppskot til samtyktar um at strika meirvirðisgjald á frukt og grønmeti. Tá Ungdómstingið er sett, verða lógaruppskotinii og uppskotini til samtyktar løgd fram. Seinnapartin verða nevndarviðgerðir, og álit verða skrivað, áðrenn uppskotini verður liðugt viðgjørd fyrrapartin í morgin. Seinnapartin í morgin eru ófráboðaðir fyrispurningar til landsstýrisfólk. Klokkan ellivu skal ein 19 ára gamal maður í grundlógaravhoyring í Føroya Rætti. Hann varð handtikin í gjárkvøldið í sambandi við neyðtøkumálið í Havn sunnumorgunin. Vit hava kannað málið, og ymsar slóðir hava verið at elt, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn. Hann sigur, at kanningarnar hjá løgregluni, umframt tað, sum gentan hevur greitt frá, gjørdu, at løgreglan kundi taka mannin. Talan er um ein 19 ára gamlan føroying. Um løgreglan kennir mannin frammanundan, vil vakthavandi ikki siga. Tað var um fýra tíðina gjáramorgunin, at ein 17 ára gomul genta var fyri neyðtøkuroynd við Hoydalsvegin, beint við portrið inn í Viðarlundina í Gundadali. Gentan varð drigin inn í Viðarlundina. Hon rópti neyðarróp, og maðurin tók til rýmingar, tá fólk, sum komu framvið, hoyrdu gentuna rópa eftir hjálp. Verkfallið hjá Pedagogfelagnum kann gerast drúgt. Tað ásannar forkvinnan hjá pedagogunum, Maud Wang Hansen. Hon sigur seg ikki hava frætt t frá mótpartinum, síðani felagið fór í verkfall týsmorgunin, og leggur afturat, at Pedagogfelagið fegin vil sleppa aftur til samráðingarborðið. Tað er við samráðingarborðið, vit vilja loysa ósemjuna, og vit hava tikið okkara samráðingar í fullum álvara, síðani fakfelagssamstarvið byrjaði samráðingar í juni mánaði, sigur Maud Wang Hansen, við Útvarpið. Hon sigur, at limirnir í Pedagogfelagnum taka væl undir við verkfallinum. Eg eri errin av øllum limunum í Pedagogfelagnum, sum taka hundrað prosent undir við verkfallinum, sigur hon. Nú klokkan níggju hittast allir limirnir í Pedagogfelagnum á savningarstøðum kring landið til skrásetingar. Ymiskar uppgávur sum skulu loysast alla tíðina. Sum til dømis at skipa fyri tiltøkum og at samskipa verkfallið, sigur forkvinnan. Í morgin er ætlanin, at allir pedagogar í landinum skulu savnast í Havn. Tá hevur verkfallið vart í eina viku. Seinnapartin í morgin fer fólkatingið at samtykkja, at blokkstuðulin til Føroya verður 624,1 milliónir krónur í ár. Føroyar fáa 8,6 milliónir krónur meira enn upprunaliga ætlað, tí stuðulin er prístalsviðgjørdur eftir ynski frá landsstýrinum. Báðir føroysku fólkatingsmenninir siga í álitinum hjá Føroyanevndini, at teir taka undir við uppskotinum hjá danska fíggjarmálaráðharranum.Men teir gera tað ikki uttan viðmerkingar. Sjúrður Skaale í Javnaðarflokkinum tekur undir við uppskotinum, tí Javnaðarflokkurin vil ikki atkvøða ímóti einari avtalu, sum landsstýrið og danska stjórnin hava gjørt. Støðan hjá Javnaðarflokkinum er annars framvegis tann, at avgerðin í 2002 um ikki at prístalsviðgera blokkin eigur at standa við. Edmund Joensen í Sambandsflokkinum finst at stjórnini fyri ikki at vilja hækka sjálvan stuðulin, tí útreiðslurnar til felagsmálini, sum blokkstuðulin er ætlaður, eru farnar nógv upp síðani 2002. Tí er danski parturin minkaður nógv lutfalsliga. Edmund Joensen sigur, at danska stjórnin heldur ikki skyldur sínar í ríkisfelagsskapinum, soleiðis sum tær eru lýstar í einum donskum føroyskum áliti um blokkin frá 1997. Blokkstuðulin hevur verið 615,5 milliónir síðani 2002. ES og Noreg vildu lata føroyingum 7,5 prosent av makrelkvotuni, tá strandarlondini samráddust í Írlandi í desember í fjør. Hetta eru stívliga hálvt triðja prosent meira enn gamla semjan um makrelin gevur Føroyum. Norska fiskivinnublaðið Fiskaren skrivar, at ES vildi lata Føroyum 7,5 prosent og Íslandi 6,5 prosent. Sambært blaðnum góðtók norski fiskimálaráðharrin, Lisbeth Berg Hansen, hetta tilboðið hjá ES. Blaðið skrivar, at Ísland segði nei takk. Og føroyska kravið er, sum skilst, framvegis 15 prosent av heildarkvotuni. Ísland krevur 16 ella 17 prosent í sín part. Seinasta royndin at finna semju um makrelin fyri 2012 verður gjørd í Reykjavík í næstu viku. Jákup Mikkelsen, landsstýrismaður, hevur sagt, at eftir tann fundin verður føroyska makrelkvotan fyri 2012 ásett. Vinnan væntar, at kvotan í ár verður ikki minni enn í fjør, tá hon var 150.000 tons. Fiskaren skrivar, at ES nú ætlar at hækka tilboðið til Føroyar og Ísland úr 14 prosentum upp í 16 prosent. Norskir reiðarar leggja trýst á ráðharran fyri at fáa hana at lata vera við at taka undir við tilboðunum hjá ES. ES er í samráðingunum við Ísland um limaskap, og kemur tí við tilboðnum um størri makrelkvotu fyri at tekkjast íslendingum, siga reiðararnir, sum vilja hava, at Ísland fær í mesta lagi fýra prosent og Føroya sjey prosent. Mjólkarvirki Búnaðarmanna fer nú aftur at gera eina roynd at sleppa á íslendska marknaðin við sínum vørum. Á fundinum millum Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, og Øssur Skarpheðinsson, uttanríkisráðharra, í Reykjavík í gjár, fekk løgmaður at vita, at føroyski landbúnaðurin longu í ár fær fulla atgongd á íslendska marknaðin. Hóast Hoyvíkssáttmálin varð undirskrivaður í 2005, og endamálið var, at Føroyar og Ísland skuldu verða ein marknaður, hava føroyskar landbúnaðarvørur framvegis ikki fingið atgongd til marknaðin. Meðan Ísland útflytir eini 800 tons av lambskjøti til Føroya um árið, er føroyski útflutningurin til Íslands at kalla eingin. Eisini Mjólkarvirki Búnaðarmanna hevur roynt at sleppa á íslendska marknaðin, men til fánýtis. Dánjal Thomsen, fíggjarleiðari hjá MBM, sigur við Útvarpið, at hann fegnast um úrslitið av fundinum í Hoyvíksráðnum. Tey fara nú at gera enn eina roynd at sleppa á íslendska marknaðin, sigur hann. Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum. Íslendingar vilja framvegis ikki avtaka avmarkingarnar fyri føroysk skip at virka og landa londu til matna. Tað er greitt eftir fundin millum Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, og íslendska uttanríkisráðharran, Øssur Skarph ðinsson, í Reykjavík í gjár. Íslendingar hava sett sum treyt, at verður lodnukvotan undir 500.000 tons kunnu tríggir fjórðingar av tí, sum føroysk skip fiska í íslendskum sjógvi, virkast til matna. Men eftir 15. februar kann í mesta lagi ein triðingur av veiðini virkast til matna. Føroyska sjónarmiðið er, at slíkar avmarkingar stríða ímóti altjóða reglum um handil og Hoyvíkssáttmálanum. Hóast einki spurdist burtur úr samráðingunum í Reykjavík sleppa føroyingar tó ikki málinum, sum verður tikið uppaftur, tá landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum og íslendski fiskimálaráðharrin í næstum hittast til árligu samráðingarnar um fiskirættindi. Hinvegin segði Øssur Skarph ðinsson seg vilja arbeiða fyri eini loysn, so føroyskar landbúnaðarvørur sleppa á íslendska marknaðin. Føroyar og Ísland hava gjørt eina avtalu um at styrkja samstarvið millum báðar uttanríkistænasturnar. Eftir ætlan skulu føroysk embætisfólk fáa høvi at fylgja við samráðingunum hjá Íslandi við ES um limaskap, eitt nú tá ið fiskivinnuøkið verður viðgjørt. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, segði við Útvarpið á middegi, at innlitið í íslendsku ES samráðingarnar skal brúkast í føroysku royndunum at fáa betri atgongd til ES, fyrst og fremst á fiskivinnuøkinum. Kanningin er ikki byrjað enn, tí vit hava havt so nógv annað at gjørt. Tað sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, um kanningina, sum landsstýrið gav honum loyvi til at gera, fyri at vita, um landið eigur at keypa aftur øll einskildu partabrøvini í Atlantic Airways. Johan Dahl veit ikki at siga, nær kanningin byrjar. Tað verður, tá vit hava starvsorku til tað, sigur landsstýrismaðurin við Útvarpið. Tað fór ikki stillisliga aftur við borðinum, tá Johan Dahl á veljarafundi í Vági hálvan oktober í fjør kunngjørdi, at landsstýrið hevði samtykt at keypa aftur einskilda partin av Atlantic Airways. Aftaná kom fram, at landsstýrið tann 20.september gav Johan Dahl loyvi til at kanna, hvussu landið kann keypa einskildu partabrøvini aftur. Eingin avgerð varð tikin um keypið. Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, vil hava at vita, um somu umhvørviskrøv verða sett nýggjum og gomlum hvalvágum, ella um landsstýrið hevur nakra ætlan um at broyta krøvini, soleiðis at tey verða tey somu fyri øll. Á tingfundinum mikudagin fer Helgi Abrahamsen at seta Jákupi Mikkelsen, landsstýrismanni, ein munnligan fyrispurning um Skálafjørð sum hvalvág Í viðmerkingunum til fyrispurningin vísir løgtingsmaðurin á, at í langa tíð hevur verið arbeitt við at fáa Skálafjørð góðkendan sum hvalvág, men at fyribils verður góðkenning ikki givin, fyrr enn kloakkirnar í bygdini eru umlagdar. At krøv verða sett til kloakkviðurskiftini, er væl skiljandi, men tað sum kann undra viðvíkjandi øllum umhvørviskrøvum her á landi, er, at somu krøv verða ikki sett øllum, sigur Helgi Abrahamsen. Sum dømi nevnir hann, at strong umhvørviskrøv verða sett nýggjum fyritøkum og virkjum, sum verða sett á stovn, men fyritøkur og virki, sum vóru til, áðrenn umhvørvislógin varð sett í gildi, eru leys av somu treytum. 400 næmingar, ella 5,6 prosent av øllum næmingunum í fólkaskúlanum, eru hetta skúlaárið kannaðir og mettir at hava serligan tørv. Og nógv bendir á, at enn fleiri næmingar hava tørv á serligum skúlatilboðum, sigur stjóri á Sernámi, Emmy Joensen, við Skúlablaðið. Sambært fólkaskúlalógini skulu hesir næmingar rúmast í vanliga fólkaskúlanum, har teir skulu fáa undirvísing, sum hóskar til tørvin. Sum er fáa skúlarnir tillutað 33 lærarstørv til næmingar við serligum tørvi Men Sernám brúkar tað, sum svarar til 50 lærararstørv til næmingar við serligum tørvi. Harafturat koma 37 stuðulsstørv, sum lærarar, pedagogar og onnur røkja í fólkaskúlanum. Í teimum 400, sum eru skrásett at hava serligan tørv, eru næmingarnir á Skúlanum á Trøðni ikki íroknaðir, heldur ikki teir næmingar, sum fáa serundirvísing. Myndin er tilvildarlig Foreldur í Klaksvíkar kommunu sleppa undan gjaldinum til barnaansing, nú námsfrøðingar og hjálparfólk eru í verkfalli. Men um tey sleppa undan øllum gjaldinum er ikki greitt. Býráðið í Klaksvík fer at góðskriva foreldragjaldið fyri tíðina, verkfallið varar, kunnger kommunan á heimasíðuni. Sambært lógini um barnaansing rinda foreldrini 30 prosent av tí, sum tað kostar at reka stovnarnar, tað er millum annað 30 prosent av lønunum. Pengarnir, sum verða spardir, tí tey, sum eru í verkfalli ikki fáa løn, koma bæði kommununi og foreldrinum til góðar í sama lutfalli, sum tey gjalda raksturin. Hetta merkir, sambært heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu, at sparingar í rakstrarútreiðslunum eiga at koma báðum pørtum, kommununi og foreldrunum, til góðar í sama lutfalli, sum tær verða goldnar. Um hetta skal skiljast soleiðis, at foreldrini bara fáa 30 prosent aftur, veit býráðið ikki enn. Gunvá við Keldu, borgarstjóri, sigur, at tey fara nú kanna, hvussu nógv foreldrini fáa aftur. Sum skilst kann tað verða alt úr 30 upp í 100 prosent. Men einki er avgjørt um tað, sigur borgarstjórin. Norðlýsið hevur spurt Brúkaraumboðið, sum sigur, at kommunan kann einki krevja frá foreldrunum, meðan verkfallið er og børnini ikki verða ansað. Bjarni Djurholm, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, mælir nú landsstýrinum til at fyrireika lógarbroytingar, so foreldur fáa pening til at ansa egnum børnum við hús. Bjarni Djurholm vísir á, at arbeiðssteðgurin hjá pedagogunum er í fullum samsvari við verkfalsrætindini, men foreldur eru í trongstøðu, og kommunurnar hava lítlan møguleika at veita eina hjálpandi hond, uttan kanska at steðga ansingargjaldinum. Í samgonguskjalinum stendur, at Fyri at foreldur betur kunnu leingja barnsburðarfarloyvi, eigur at verða heimilað kommununum at rinda partar av stovnsplássi til foreldrini, velja tey at ansa egnum barni børnum heima . Bjarni Djurholm sigur, at fremur samgongan henda setning, fáa kommunurnar heimild at gjalda foreldrunum sín part av barnaansingini. Tað fer at gera ansingina smidligari, og foreldur fáa veruligar valmøguleikar. Tey kunnu velja at ansa egnum børnum, ella at lata kommunalu ansingini uppgávuna, sigur hann. Bjarni Djurholm sigur, at landsstýrið eigur tí, skjótast til ber, at fyrireika lógarbroytingar, sum eru í samsvari við samgonguskjalið. Hevur løgtingið fingið rættar upplýsingar um skattainntøkurnar frá pensjónunum, sum nú verða skattaðar við inngjald Kristina Háfoss, løgtingskvinna, vil hava landsstýrismannin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, at svara hesum spurningi. Løgtingskvinnan vísir á, at verða skattainntøkurnar frá pensjónunum í januar framskrivaðar, fær landskassin umleið 145 milliónir krónur í inntøku í ár. Men sambært metingini hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum, sum eisini sæst í fíggjarlógini, geva inntøkurnar til landskassan, nú pensjónin verður skattað frammanundan, 220 milliónir krónur. Metta upphæddin í fíggjarlógini er sostatt góðar 75 milliónir krónur hægri enn upphæddin, verður samanborið við framskrivaðu skattainntøkuna frá pensjónsinngjaldinum, sambært tølunum frá Taks í januar. Kristina Háfoss spyr eisini Jørgen Niclasen, hví roknað verður við 550 milliónum krónum pensjónsinngjaldi umarið, tá framskrivaðu pensjónsinngjøldini í januar bæði fyri føroyskar og útlendskar skipanir vísa 377 milliónir krónur. Munnligir fyrispurningar eru á skránni á tingfundinum mikudagin, og tá fer Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, væntandi at svara fyrispurninginum. Javnaðarflokkurin hevur lagt uppskot fyri tingið um at áleggja landsstýrismanninum í vinnumálum at seta kanning í verk, sum skal koma við ítøkiligum politiskum tiltøkum, sum kunnu lækka prísstigið í landinum. Javnaðarflokkurin sigur, at tað er staðfest, at prísirnir í Føroyum eru alt ov høgir. Orsøkirnar kunnu vera fleiri, eitt nú eintáttaður innflutningur, flutningskostnaður, avgjøld, vantandi kapping o.s.fr. Ein kanning, sum Heri á Rógvi hevur gjørt, vísir, at Føroyar eru heimsins dýrasta land at búgva í, og hetta ger, at serliga lág og miðalinntøkurbólkarnir í mongum førum hava ilt við at fáa endarnar at røkka saman. Og fleiri prís og avgjaldshækkingar eru á veg, eitt nú hjá SEV, Heilsutrygd og ALS, sigur Javnaðarflokkurin, sum heldur tað vera neyðugt at seta tiltøk í verk, ið millum annað skulu fyribyrgja fólkaflyting og eggja fólki at flyta til Føroya. Flokkurin mælir til, at kanningin verður fíggjað peningi, sum verður spardur sambært broytingini í lóg um samsýning og eftirløn hjá landsstýrisfólkum. Uppskotið kemur til fyrstu viðgerð í tinginum í næstu viku. Nógv fakfeløg, arbeiðsgevarafeløg og onnur vinnufeløg hava mist møguleikan at velja fólk í umsjónarráðið hjá Landsbankanum. Fyrr vóru fimm valnevndir, sum valdu fólk í umsjónarráðið. Í valnevndunum vóru hálvthundrað feløg. 11 fólk eru í umsjónarráðnum, sum varð valt í 2007, og situr til hálvan november í ár. Nú hevur Fíggjarmálaráðið gjørt hetta valið nógv einfaldari. Nýggja kunngerðin sigur, at seks feløg velja hvørt sítt fólk í umsjónarráðið. Feløgini eru Samtak, Yrkisfelagið hjá teimum, sum arbeiða í tryggingarvinnuni, fíggjarvinnuni, KT vinnuni og øðrum slíkum vinnum, Akademikarafelagið, Vinnuhúsið, Felagið Peningastovnar og Reiðarafelagið. Felagið Peningastovnar velur alt fyri eitt fólk í umsjónarráðið hjá Landsbankanum. Men hálvan november í ár skal alt umsjónarráðið veljast av nýggjum eftir nýggju kunngerðini. Nýggja farstøðin skal ikki svíða fyri tað, at vøllurin kostar 15 milliónir meira, tí gamalt dynamitt skal burturbeinast. Vága Floghavn vil hava pengarnar frá danska statinum, sum læt føroyingar yvirtaka flogvøllin við dynamittinum. Talan kann eisini verða um at fara eftir byggifelagnum E. Pihl og Søn, sum útbygdi flogvøllin síðst í sjeytiárunum. Men fyri fyrst leggur Vága Floghavn pengarnar út, sigur nevndarforkvinnan, Kitty May Ellefsen, við Útvarpið. Vinnumálaráðið, sum varðar av Vága Floghavn, hevur sett seg í samband við ríkismyndugleikarnir og latið teimum tilfar í málinum, og vónir eru um, at danska stjórnin fer at gjalda fyri at rudda ósprongda spreingievnið á flogvøllinum, sigur Kitty May Ellefsen. Vága Floghavn og byggifelagið J. og K. Petersen hava gjørt sáttmála um, at byggifelagið beinir fyri dynamittinum. Alt arbeiðið skal vera liðugt 31.august. Nú skal greiði fáast á, hvørjar viðgerðir skulu vera á hvørjum av teimum trimum sjúkrahúsunum. Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, upplýsti í tinginum í dag, at hann hevur sett ein arbeiðsbólk við umboðum fyri øll trý sjúkrahúsini at koma við einum tilmæli um, hvussu býtið av viðgerðunum skal vera, so tað slepst undan bíðilistum at sleppa í viðgerð. Hetta verður fyrsta stigið í einum nýggum heilsupolitikki, og arbeiðsbólkurin skal eftir ætlan vera liðugur fyri 1. mars, segði Karsten Hansen. Løgtingið viðgjørdi í dag eitt uppskot um verklagslóg at umbyggja og umvæla Klaksvíkar Sjúkrahús fyri tilsamans 15 milliónir krónur í trý ár, ella fimm milliónir um árið. Meginparturin av virkseminum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi er í hølunum, sum vórðu bygd í 1928 og 1959 og 60. Hølisumstøðurnar eru vánaligar, trongar og sera ótíðarhóskandi, sigur Helsumálaráðið. Karsten Hansen sigur í viðmerkingunum til uppskotið, at hann í ár fer at arbeiða við eini heildarætlan fyri, hvat virksemi skal vera á teimum trimum sjúkrahúsunum, og tillagingarnar, sum verða gjørdar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, samsvara við hesa ætlan. Uppskotið er beint í Fíggjarnevndina. Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági, er misnøgd við avgerðina hjá Nærverkinum at loyva búfólkum av Tvøroyri at verða verandi fyribils á røktarheminum Hamragarði í Vági, uttan at spyrja kommunurnar, sum eiga røktarheimið, um ráð fyrst. Kirstin Strøm Bech sigur við Útvarpið, at kommurnar kenna seg tiknar av ræði, og reglugerðin fyri heimið sigur, at aðrar kommunur bara kunnu keypa sær innivist á Hamragarði, um pláss eru til avlops. Fimm búfólk í sambýlinum á Tvøroyri vórðu flutt á Hamragarð eftir ódnina 24 november, tá øll yvirtromin á sambýlinum fór. Býráðið á Tvøroyri síðani hevur gjørt av, at heimið verður ikki bygt uppaftur. Tvøroyrar kommuna rindar 190 krónur um dagin fyri hvørt búfólk. Vágs kommuna hevur givið Almannamálaráðnum stundir at finna eina loysn. Kommunan hevur skotið upp, at búfólkini av Tvøroyri búgva aðrastaðni, men at tey sleppa at halda til á Hamragarði um dagin Tá vegarbeiðið í Leirvík er liðugt, verður ikki koyrandi frá Norðoyatunnlinum og inn á vegin til Hagaleiti, sum nú. Tað merkir, at hvør einasti ruskbilur úr Norðoyggjum má koyra alla Leirvíkar bygd á tamb. Eysturkommuna hevur leingi ynskt sær, at sambandið millum tunnilsvegin, frá Norðoyatunlinum og vegin til Hagaleiti, verður varðveitt. Men kostnaðurin er ikki við í verklagslógini, og landsmyndugleikarnir vilja ikki gjalda tær 10 12 milliónir krónurnar, sum arbeiðið fer at dýrka. Løgtingsins fíggjarnevnd viðger í løtuni eitt uppskot frá Innlendismálaráðnum um at heimila, at vegagerðin í Leirvík kann kosta 49 milliónir krónur, ella fimm milliónir krónur meira enn av fyrstan tíð mett. Men tá er framvegis einki beinleiðis vegasamband millum tunnilsvegin og Hagaleiti. Meiri verður at frætta í Degi og Viku í kvøld. Fýra ísfiskatrolarar, tvey pør, hava nú mist fiskiloyvið í 10 dagar, tí teir høvdu ov nógvan smáfisk. Fiskiveiðueftirlitið finnur framvegis nógvan smáfisk hjá partrolarunum. Veiðan hjá tveimum trolarum, sum avreiddu upsa í Eysturoynni, varð kannað nú í vikuni. Trolararnir royndu í fýra dagar. Fyrsta dagin vóru stívliga 96 prosent av veiðuni hjá øðrum trolaranum smáfiskur, annan dagin 71 prosent, triðja dagin 75 prosent og fjórða dagin góð 21 prosent. Skipini landðu 400.000 pund, og meira enn 70 prosent vóru smáfiskur. Loyvda hámarkið er 30 prosent. Miðallongdin á upsanum var 53 sentimetrar. Ikki kann sigast, at skipararnir gjørdu tað stóra fyri at sleppa undan smáfiski, sigur Fiskiveiðieftirlitið. Tað staðfesti, at skipini royndu á somu slóð á Munkagrunninum, til Fiskiveiðieftirlitið stongdi økið. Í síðstu viku mistu tveir trolarar í Suðuroynni fiskiloyvið í 10 dagar fyri at hava ov nógvan smáupsa. Fýra grannskoðarar missa løggildingina treytaleyst, og hjá hinum fimm er afturtøkan treytað. Standa teir kravdu próvtøkuna innan eitt ár, varðveita teir løggildingina. Jákup Eyðfinn Kjærbo, sum løgmaður setti sum fyribils stjóra á Skrásetingini at kanna, um løggildingin, sum Løgtingsins umboðsmaður segði var latin grannskoðarunum ólógliga, kann takast aftur, hevur tikið endaliga avgerð í málinum. Hjá teimum fimm grannskoðarunum er afturtøkan treytað, tí ivasamt er, um tað ikki er brot á mannarættindasáttmálan at taka løggildingina alt fyri eitt. Hesi fimm hava arbeitt sum grannskoðararar alla tíðina, síðani tey fingu løggildingina í 2007. Hini fýra hava annnaðhvørt als ikki brúkt løggildingina, ella bara brúkt hana í stutta tíð. Sjey av teimum níggju grannskoðarunum kærdu alt fyri eitt avgerðina hjá fyribils setta stjóranum á Skrásetingini til Løgmansskrivstovuna. Tann størsti bólkurin av menniskjum, sum taka sítt egna lív, hava sálarligar trupulleikar. Tað vísir gransking um sjálvmorðsatferð í Føroyum, sum yvirlæknarnir, August Gabriel Wang og Tormóður Stórá, hava slóðað fyri. Síðani 2001 hevur politiski myndugleikin havt ætlanir um at byggja sambýli til sálarsjúk, sum kunnu útskrivast á Psykiatriska deplinum. Men enn er einki nýtt sambýli bygt, og tað merkir, at sálarsjúk verða verandi á Psykiatriska deplinum. Summi hava enntá búð á deplinum í 40 ár. Fráveran av sambýlum merkir eisini, at stór fíggjarlig orka verður tikin frá ítøkiligu viðgerðini av sálarsjúkum sjúklingum. Sjónvarpið vísir í kvøld kl. 19.30 sendingina Tá lívið gerst ov tungt um sjálvmorð í Føroyum, og eftir sendingina er Tormóður Stórá, leiðari á Psykiatriska deplinum, gestur í sjónvarpsstovuni. Myndatekstur Fyrireikingar i sjónvarpsstovuni undan sending um sjálvmorð í kvøld Búfólkini á sambýlinum á Tvøroyri, sum vóru flutt til Vágs, verða verandi á Hamragarði, til ein varandi loysn er funnin. Tað sigur Petra Johnsdóttir Joensen, stjóri á Almannastovuni og í Nærverkinum. Fimm búfólk vórðu flutt á Hamragarð í Vági eftir ódnina 24. november, tá øll yvirtromin á sambýlinum á Tvøroyri fór av í einum. Tvøroyri býráð hevur gjørt av, at sambýlið á Tvøroyri verður ikki bygt uppaftur. Bygninginum er lýstur til sølu, sum hann stendur, ella at verða tikin niður. Nærverkið, sum umsitur eldraøkið, gjørdi fyribils avtalu við Vágs Kommunu um at lata búfólkini búgva fyrbils á nýggja røktarheminum Hamragarði til 1. februar. Tann avtalan er nú longd, og er galdandi, til ein varandi loysn er funnin. Um loysnin er, at búfólkini skulu aftur til Tvøroyrar, ella tey sleppa at verða verandi í Vági, vil stjórin a Almannastovuni og í Nærverkinum ikki siga. Almennu Føroyar kunnu nú lata 200.000 krónur meiri í neyðhjálp. Løgtingið samtykti við triðju viðgerð av fíggjarlógini at hækka játtanina út 300.000 upp í 500.000 krónur. Undanfarin ár hevur Uttanríkisráðið umsitið játtanina til neyðhjálp, men nýggja samgongan hevur gjørt av, at Heilsumálaráðið skal umsita hesa játtan. Stóð tað til mín, lótu vit enn meira í neyðhjálp. Men sjálvsagt er tað ein kærkomin bati, at játtanin nú verður 500.000 krónur, eftir at hon hevur verið 300.000 krónur í nógv ár. Neyðhjálpin úr Føroyum er væl størri enn tað, tað almenna megnar at lata hvørt ár, tí vit eru so heppin at hava virknar, privatar felagsskapir, sum gera eitt risa arbeiði at hjálpa neyðstøddum kring allan heim, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum. Endamálið við játtanini er at veita neyðhjálp, tá ið vanlukkur brádliga raka úti í heimi. Hjálpin verður vanliga latin gjøgnum sjálvbodnar hjálparfelagsskapir, sum til dømis Reyða Kross og altjóða stjórnarfelagsskapir eitt nú.Heimsmatvørufelagsskapin undir Sameindu Tjóðum, World Food Programme. Latið verður eisini burtur av játtanini, tá áheitanir koma uttan úr heimi um at basa hungursneyð. Heilsumálaráðið skal á hvørjum ári fáa atgongd til upplýsingar um, hvussu peningurin er nýttur, er gjøgnum ársfrágreiðingar og roknskapir hjá felagsskapunum. Mynd Karsten Hansen, landsstýrismaður, sum nú fer um at umista almennu neyðhjálpina Kaj Leo Holm Johannessen, løgmaður, er í dag farin á fund við íslendska uttanríkisráðharran, ssur Skarph ðinsson íHoyvíksráðnum. Fundurin er í Reykjavík. Hoyvíksráðið er formligi politiska samstarvspallurin undir Hoyvíkssáttmálanum millum Føroyar og Ísland. Sambært sáttmálanum skulu regluligar fundir vera millum avvarðandi ráðharrar á uttanríkis og handilspolitiska økinum. Slíkir fundir verða hildnir annaðhvørt ár í Føroyum og Íslandi. Á skránni fyri fundin í dag er eitt nú føroyskur fiskiskapur eftir lodnu í íslendskum sjógvi, og ynski hjá føroyingum um at útflyta landbúnaðarvørur til Íslands, skrivar løgmansskrivstovan í tíðindaskrivi. Løgmaður og íslendski uttanríkisráðharrin fara eisini at umrøða onnur uttanríkispolitisk viðurskifti av felags áhuga, eitt nú viðurskifti við ES og samstarvið í Útnorði og í Arktis. Í Íslandi fer løgmaður eisini at nýta høvið at hitta Jóhonnu Sigurðardóttir, forsætisráðharra, og takka henni fyri stuðulin, ið íslendska stjórnin læt sjálvbodnu føroysku bjargingarfeløgunum í desember í fjør. Hóast Føroyar lata Russlandi makrel aftur fyri tosk í Barentshavinum, heldur Fiskimálaráðið ikki, at makrelurin er óloysiliga knýttur at samráðingunum um fiskirættindi í Barentshavinum. Jákup Mikkelsen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevði ikki ábyrgdina av samráðingunum við Russland um toskakvotu í Barentshavinum í 2012. Landsstýrismaðurin segði sjálvur, at hann var ógegnigur, tí svágur hansara hevur trý av fimm fiskiloyvum í Barentshavinum. Men Jákup Mikkelsen metir seg ikki vera ógegnigan at hava ábyrgdina av makrelsamráðingunum. Og løgmaður hevur onga ætlan um lata onkran annan loysa Jákup Mikkelsen av í Fiskimálaráðnum. Eg havi einki at finnast at viðvíkjandi embætisførsluni hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum. Og eg haldi ikki sum støðan er nú at nakað er til hindurs fyri, at hann heldur fram í embæti sínum. Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, í svari til fyrispurning frá Kristini Michelsen, løgtingsmanni. Javnaðartingmaðurin spurdi løgmann um gegnisviðurskiftini hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum. Jákup Mikkelsen er svágur Hanus Hansen, sum hevur áhugamál í flestum skipabólkum. Løgmaður vísir á, at hann hevur fingið ein lista við málum, har landsstýrismaðurin sigur seg vera ógegnigan. Og annars verður støða tikin til gegnið frá máli til mál, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður. Hann vil ikki taka støðu til spurningin um gegnið, tá ið ræður um makrelin og Barentshavið, men vísir til Fiskimálaráðið Har sigur løgfrøðin, at eingin gengnistrupulleiki er viðvíkjandi makrelinum. Øll A inntøkan fyrsta mánaðin av 2012 var 660 milliónir krónur tað eru 32 milliónir krónur fleiri enn sama tíðarskeið í fjør. Til samanberingar var desember mánaður soltnari í fjør enn árið fyri, tí hena mánaðin fall lønarinntøkan16 milliónir krónur. Januar, ið er fyrsti mánaðurin við flatskatti, gav landskassanum 94 milliónir krónur í landsskatti. Tað eru 18 milliónir krónur færri, enn landskassin fekk í januar í fjør. Hinvegin fingu kommunurnar fleiri skattakrónur í sínar kassar, tilsamans 108 milliónir, samanborið við 105 milliónir í januar í fjør. Við skattabroytingini, sum kom í gildi á nýggjárinum, verður skattur eisini lagdur á eftirlønir við inngjald. Eftirlønarskatturin gav í januar landskassanum 11,2 milliónir krónur. Tá eru inngjøldini í útlendsku eftirlønarkassarnar ikki tikin við, tí tær verða ikki skattaðar við inngjald fyrr enn 1. juli. Inntøkan frá eftirlønarskattinum er minni enn roknað varð við, staðfestir Taks í tíðindaskrivi. Foreldur, sum brúka barnaansingina hjá Tórshavnar kommunu, skulu ikki gjalda fyri ansingina, meðan námsfrøðingarnir eru í verkfalli. Hvussu hetta verður gjørt, er ikki avgjørt enn. Bíðað verður til verkfallið er liðugt. Men kommunan fer ikki at taka pengar frá fólki fyri eina tænastu, tey ikki fáa, sigur Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri hjá Tórshavnar kommunu, við Útvarpið Tórshavnar kommuna er størsti arbeiðsgevarin hjá námsfrøðingunum. Millum 600 og 700 námsfrøðingar arbeiða hjá kommununi. Barnaansingin hjá Tórshavnar kommunu umfatar stívliga 2000 børn. Verkfallið nervar ikki dagrøktina. Tey, sum starvast í dagrøktini, eru í øðrum fakfeløgum. Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, sigur við Sosialin, at kommunan sparir millum 350.000 og 400.000 krónur um dagin, nú námsføðinagrnir eru í verkfalli Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum. Tað dregur út at seta nýggja forstjóran í partafelagnum Vága Floghavn. Ætlanin var, at nýggi stjórin skuldi taka við í dag, 1. februar, men enn eru ikki allar setanarsamrøðurnar avgreiddar, og tí er starvið framvegis ósett. Ikki færri enn 43 umsóknir komu til starvið, tá umsóknarfreistin var úti 2. januar. Tey flestu, sum hava søkt, eru mannfólk, men kvinnur eru eisini millum umsøkjararnar. Kitty May Ellefsen, forkvinna í nevndini fyri P.f. Vága Floghavn, sigur við Dimmalætting, at fleiri umsøkjarar hava verið til setanarsamrøðu, men enn vanta nakrar samrøður. Ein av fremstu uppgávunum hjá nýggja forstjóranum verður saman við nevndini at seta út kortið, hvussu Vága Floghavn kann rekast á handilsligum grundarlag. Síðani Dávur Reinert Hansen fór úr forstjórastarvinum í heyst, hevur Finnbogi Niclasen verið fyribils stjóri á flogvøllinum. Níggju uppskot komu til ungdómstingið, sum verður sett í Løgtinginum mánadagin. Løgtingsformaðurin beyð í august í fjør næmingunum í framhaldsdeild fólkaskúlans at senda inn lógaruppskot ella uppskot til samtyktar at viðgera á Ungdómstinginum, sum verður mánadagin og týsdagin. Sjey skúlaflokkar tóku av. Tey níggju uppskotini fáa fyrstu viðgerð mánadagin. Atkvøtt verður um uppskotini týsdagin, tá tey hava fingið nevndarviðgerð, og álit eru skrivað um tey. Eftir døgurða týsdagin eru munnligir fyrispurningar til landsstýrisfólk á dagsskránni. Ungu politikararnir hava uppskot um millum annað at strika meirvirðisgjaldið á frukt og grønmeti, fleiri tímar í ítrótti og fjarlestur sum sjálvstøðuga skúlaskipan. Framhaldsdeildirnar í Vági, Eysturskúlanum, Miðvági Sandavági og Vestmanna senda 33 fólk á ungdómstingið. Tingvarpið fer at senda frá ungdómstinginum, sum Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, setur mánadagin klokkan 10.00. Hetta er fjórðu ferð, ungdómsting er í Føroyum. Ungdómsting er annað hvørt ár. Tað fyrsta var í 2006. Mynd Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, setur ungdómstingið Størsta fakfelagið á almenna arbeiðsmarknaðinum, sum nú skal til samráðingarborðið, fer at krevja meira í løn enn hini feløgini fingu. Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar eru til reiðar at fara undir realitetssamráðingar nú, hóast sáttmálin fór úr gildi fyri fýra mánaðum síðani. Vár í Gong, forkvinna í felagnum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, sigur við Útvarpið, at hóast arbeiðsgevarin vann fyrsta slagið, er kríggið ikki liðugt. Feløgini, sum undirskrivaðu lønarsáttmálar í gjár, koma sterkt aftur, sigur hon. Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur samráðingar fyri knappliga 700 limir. Vár í Gong vil ikki upplýsa, hvat felag hennara fer at krevja í lønarhækking. Men teir sáttmálar, sum higartil eru gjørdir á almenna arbeiðsmarknaðinum, eru einki at reypa av, heldur hon. Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum hevur okkurt um 25 feløg eftir at samráðast við. Allir sáttmálar fóru úr gildi 1.oktober í fjør, men bíðað hevur verið eftir fakfelagssamstarvinum. Snorri Fjalsbak á Lønardeildini sigur, at í løtuni er eingin samráðingarfundur í álmanakkanum. Men biðja feløg um fund, eru tey klár á Lønardeildini, annars fara tey helst at senda út fundarboð seinni í vikuni. Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum. Mynd Vár í Gong er forkvinna í Sjúkrarøktarfrøðingafelagnum Skal Johan Dahl, landsstýrismaður, sleppa at brúka 17,5 milliónir krónur úr landskassanum til at umvæla strandfaraskipið Teistan Hendan spurningin fer løgtingið at viðgera í dag. Frammanundan er hálv fjórða millión í fíggjarlógini til at umvæla Teistan fyri. Teknisku trupulleikarnir hjá Teistanum vundu upp á seg í fjør. Leiðslan hjá Strandfaraskipum Landsins gjørdi eina umfatandi kanning, sum segði, at generatorarnir gera minni orku, enn skipið hevur brúk fyri í ávísum førum. Harafturat fáast ikki allir eykalutur longur. Og klassin setur krøv, sum gera, at Teistin noyðist at liggja, tá orkuframleiðslan er ov lítil. Teistin skal tí hava nýggjar generatorar. Nýggju motorarnir brúka 15 til 20 prosent minni olju enn teir gomlu og dálka tí eisini minni. Nýggja generatorskipanin er soleiðis háttað, at verður eitt generatorsett í ólagi, fær Teistin siglt kortini, tí umvælingin kann gerast, meðan skipið siglir. Javni metir seg vera fyri órætti, nú Pedagogfelagið er farið í verkfall. Meðan hini børnini fara í skúla sum vanligt, vórðu foreldur at næmingum, sum tørva stuðul í fólkaskúlanum, í gjár kunnað um, at teirra barn skuldi ikki møta í skúla, tí stuðulin hjá barninum fór í verkfall, skrivar Javni, sum felag hjá fólki við menningartarni og familjum teirra. Væl vitandi, at verkfall er at rokna sum undantaksstøða, kunnu vit í Javna ikki lata vera við at hugsa um diskriminatión í hesum førinum, sigur felagið. Spurningurin er, um ikki avvarðandi skúlamyndugleikar áttu at brúkt hetta høvi at geva námsfrøðingum somu setanartreytir sum teirra samstarvspartar í skúlanum, skrivar Javni. Tilvildarlig mynd Starvsmannafelagið, Lærarafelagið og Havnar Arbeiðskvinnufelag skrivaðu seinnapartin undir nýggjan lønarsáttmála við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, og sostatt er Pedagogfelagið einasta felag í fakfelagssamstarvinum, sum er farið í verkfall. Lærarafelagið hevur longt sáttmálan í tvey ár við eini lønarhækking, sum er umleið 220 krónur um mánaðin. Sáttmálin hjá Havnar Arbeiðskvinnufelag fevnir eisini um tvey ár, og lønarhækkingin hjá teimum 400 limunum, sum starvast hjá tí almenna, er somuleiðis 220 krónur um mánaðin. Starvsmannafelagið hevur longt sín sáttmála í eitt ár, men limirnir í Starvsmannafelagnum fáa onga lønarhækking. Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum, sigur við Útvarpið, at felagið avgjørdii at taka prinsippini fram um ta eftir hennara tykki láturliga lítlu lønarhækking, sum felagnum stóð í boði. Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum, sigur við Útvarpið, at fakfelagssamstarvið eigur at verða endurskoðað. Rumbul kom í samstarvið, tí serkrøv hjá fakfeløgunum komu í semingina, sigur hann. Enn er ógreitt, hvør skal gjalda fyri at rudda gamla dynamittið við flogvøllin. Í desember byrjaði brævasamskiftið millum Vinnumálaráðið og danska Ferðslumálaráðið um hetta málið. Johan Dahl, landsstýrismaður við vinnu og samferðslumálum, sigur, at eitt skriv er sent til danska Ferðslumálaráðnum, har biðið verður um ein fund um málið. Enn er fundur ikki avtalaður. Vit hava greitt donsku ráðharrastovuni frá málinum og grundgivið fyri, at tað hevur latið okkum ein flogvøll við fjaldum útreiðslum. Ongin meining er, at vit skulu rinda fyri at fáa dynamittið burturbeint, sigur Johan Dahl, sum heldur ikki kann góðtaka, at fjalda dynamittið skal raka nýggju farstøðina á flogvøllinum. Skal Vága Floghavn rinda fyri at beina ósprongda spreingievnið burtur, verður minni at byggja nýggju farstøðina fyri. Havnar Arbeiðskvinnufelag skrivaði fyri løtu síðani undir sáttmála fyri sínar limir, ið arbeiða hjá tí almenna. Vigdis Johannesen, forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag, váttar fyri útvarpinum, at nýggjur sáttmáli er undirskrivaður. Felagið fer nú at kunna síni álitisfólk um nýggja sáttmálan, og áðrenn tað er gjørt, vil Vígdis Johannesen einki siga um, hvat stendur í sáttmálanum. Nevndirnar í Starvsmannafelagnum og Lærarafelagnum eru í løtuni í Fíggjarmálaráðnum og tingast um ein nýggjan sáttmála. Bæði feløgini hava boðað frá, at tey eru sinnað at gera nýggjan sáttmála. Starvsmannafelagið ætlar at gera ein eitt ára sáttmála. Enn er eingin sáttmáli undirskrivaður. Mynd Vigdis Johannesen er forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag, sum í dag hevur skrivað undir nýggjan sáttmála fyri limirnar, sum arbeiða hjá tí almenna. Tilfeingisgjald á makreli verður evnið í kjak partinum í Degi og Viku í kvøld. Hóast samgonguflokkarnir í samgonguskjalinum hava avtalað ein avmarkaðan tilfeingisskatt á vinnur, sum kasta serliga nógv av sær, varð spurningurin um tilfeingisgjald á makreli nógv havdur á lofti, tá fíggjarlógaruppskotið var til aðru viðgerð í tinginum í síðstu viku. Minnilutin í fíggjarnevndini, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin, hevði eitt uppskot um tilfeingisgjald, og løgmaður reisti eisini spurningin. Hann hevur síðani sett ein arbeiðsbólk at fyrireika arbeiðið. Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, segði við Útvarpið í dag, at stendur tað til hansara, eigur landskassin at fáa millum 100 og 150 milliónir krónur burtur úr makrelinum í ár. Peningurin skal koma frá tilfeingisgjaldi, men ein uppboðssøla kann eisini koma á upp á tal, sigur hann. Jacob Vestergaard, formaður fyri tingmanningina hjá Fólkaflokkinum og fyrrverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum, og Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, skfita orð um málið. Beinta Løwe Jacobsen verður vertur í kjakinum. Mynd Beinta Løwe Jacobsen verður vertur í kjakinum um tilfeingisgjaldi sjónvarpsstovuni í kvøld Pedagogfelagið verður eftir øllum at døma einasta fakfelag í almenna fakfelagssamstarvinum, sum fer í verkfall. Starvsmannafelagið fer seinnapartin at skriva undir ein eitt ára sáttmála fyri sínar limir. Tað váttar Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum. Nevndin í felagnum fer í Fíggjarmálaráðið nú klokkan hálvgum fýra, og tá verður ein nýggjur eitt ára sáttmáli væntandii undirskrivaður. Enn vil forkvinnan í í Starvsmannafelagnum ikki siga, hvat stendur í sáttmálanum er, hvørjar broytingar felagið møguliga hevur fingið við í tað semingsuppskot, ið varð lagt fyri partarnar í síðstu viku, sum arbeiðsgevararnir góðtóku og fakfeløgini vrakaðu. Fyrr í dag boðaði Lærarafelagið frá, at tey eru sinnað at skriva undir nýggjan sáttmála, og Havnar Arbeiðskvinnufelag fer væntandi eisini at skriva undir sáttmála fyri sínar limir á almenna arbeiðsmarknaðinum í dag. Nú gongur betur at selja hús, og kanska er tað skattalættin, sum ger munin. Vit kunnu staðfesta, at vit hava selt fleiri hús í januar mánaði í ár enn í fjør, sigur Kára á Dunga, stjóri í meklarafyritøkuni Inni, við Dimmalætting. Hon sigur, at tey kunnu ikki vísa á nakra serliga orsøk, at sølan er vaksin. Men fólk, sum hyggja at húsum, tosa ofta um skattalætta. Um tey gera tað í skemti ella ikki, er ilt at meta um, sigur stjórin í Inni við Dimmalætting. Tá heimskreppan rakti fyri nøkrum árum síðani, ávirkaði hon eisini húsasøluna í Føroyum. Keyparin var varnari, hóast prísurin lækkaði. Tað hevur havt við sær, at hús hava staðið longur á sølulista Kára á Dunga sigur, at nýggja lógin um brúkararvernd í sambandi við húsasølur hevur økt arbeiðsbyrðuna hjá meklarunum. Hetta er eisini ein fyrimunur, so øll vita, hvørji rættindi tey hava, sigur Kára á Dunga við Dimmalætting. Seinni í ár kemur ein lóg aftrat, sum setir størri krøv til húsameklarar. Starvsmannafelagið fer seinnapartin at skriva undir sáttmála við arbeiðsgevararnar, og limirnir í Starvsmannafelagnum fara sostatt ikki í verkfall. Starvsmannafelagið fer at skriva undir ein sáttmála, sum bert er galdandi í eitt ár, og tað hava arbeiðsgevararnir góðtikið. Lærarafelagið fer seinnapartin tingast við Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum um onkrar smávegis broytingar, og sum skilst fer Lærarafelagið eisini at skriva undir nýggjan sáttmála í dag. Havnar Arbeiðskvinnufelag hevur enn ikki gjørt av, um tey taka undir við semingsuppskotinum. Vigdis Johannesen, forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag, sigur, at tey fara á fund við Lønardeildina seinnapartin , og tann fundurin verður avgerandi fyri, um felagið tekur undir við semingsuppskotinum. Eftir fundin við Lønardeildina fer nevndin í felagnum at taka støðu til, um tey góðtaka uppskotið ella fara í verkfall. Pedagogfelagið er tað einasta av teimum fýra fakfeløgunum í fakfelagssamstarvinum, sum hevur vrakað semingsuppskotið, og í morgun fóru umleið 1900 pedagogar kring landið í verkfall. At dagføra heilivágsframleiðsluna í Apoteksverkinum fer at kosta 66 milliónir krónur, og arbeiðið skal verða liðugt næsta ár. Tað sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, sum hevur biðið løgtingið um at játta 26 milliónir krónur afturat til verkætlanina. Kostnaðarætlanin hevur ikki hildið, og verri enn so. Tá Apoteksverkið í 2004 fór undir at fyrireika verkætlanina at dagføra heilivágsframleiðsluna í bygninginum á Staravegi 15 í Havn, vísti ein fyribils meting, at kostnaðuri fór at verða 20 milliónir krónur uttan mvg. Síðani 2006 eru brúktar umleið 40 milliónir krónur, og mett verður, at tað, sum vantar í at fáa framleiðsludeildina lidna, fer at kosta 26 milliónir krónur. Heilsumálaráðið sigur, at steðgar verkætlanin nú, eru 40 milliónir farnar fyri skeytið. Við støði í gongdini í málinum hevur Heilsumálaráðið gjørt av, at neyvari stýring skal fáast á útbyggingina, og ráðið hevur tí heitt á Landsverk um at standa fyri byggingini. Heilsumálaráðið skal eisini hava umboð í bygginevndini. Arbeiðið skal sambært lógaruppskotinum verða liðugt í 2013. Apoteksverkið hevur eisini ætlanir um at útvega høli til nýtt apotek á Karlamagnusarbreyt í Hoyvík, men Tórshavnar kommuna hevur útsett ætlanina í óavmarkaða tíð. Tí er neyðugt at framskunda alt virksemi, sum skal flyta á Staraveg 15, so farast kann undir at effektivisera og umbyggja bygningin hjá Tjaldurs Apoteki á Trapputrøðni, sigur Heislumálaráðið. Uppskotið um at játta meiri pening til framleiðsludeildina í Apoteksverkinum kemur til 1. viðgerð í tinginum í morgin. Løgtingið fer í dag endaliga at staðfesta eina broyting í stýriskipanarlógini, sum varð gjørd í 2009. Broytingin er neyðug, tí ein nýggj verjumálslóg kom í gildi í Føroyum. Lógin gevur nøkrum fólkum, sum eru undir verjumáli, størri frælsi. Fólk, sum ikki eru gjørd ómyndug, hóast tey hava verja, hava fingið valbæri og valrætt til løgtingið. Tá stýriskipanarlógin skal broytast krevst, at tvey løgting samtykkja broytingina. Nú løgtingsval hevur verið skal broytingin samtykkjast seinnu ferð. Hon varð samtykt eftir aðru viðgerð fríggjadagin og verður endaliga samtykt í dag. Fólk frá Landsverki hava sett eina nýggja veðurstøð við Velbastaðháls, og um 14 dagar verður ein nýggj veðurstøð sett upp við Oyndarfjarðarvegin fyri hana, sum koppaði í ódnini í november. Eisini veðurstøðirnar á Høgareyni og Norðradalsskarði fingu skaða í illveðrinum í vetur, og verða umvældar í næstum. Støðin á Høgareyni koppaði, og bæði mastur, akkumulatorskáp og sólpallarnir fingu skaða. Tí er neyðugt at seta eina nýggja sterkari mastur upp har. Veðurstøðin á Norðradalsskarði fekk skaða á sólpallarnar, akkumulatorskápið og hitamátarin, og má eisini umvælast. Meðan nýggjar støðir verða settar upp á hesum støðum, er veðurstøðin, sum hevur staðið í økinum, har skúladepil skal byggjast við Marknagil, nú tikin niður. Støðin hevur mátað veður og vind í sambandi stóru byggiverkætlanina við Marknagil, og henda kanningaruppgávan er nú liðug. Arbeitt verður miðvíst fram ímóti at fáa eina betri kunning til borgararnar um veðrið í vetrarhálvuni, sigur Landsverk. Málið er, at øll, sum hava veðurupplýsingar fyri neyðini, skulu fáa fatur á teimumso skjótt og lætt sum yvirhøvur til ber allar tíðir á samdøgrinum. Sjálvt um byrjanartrupulleikar hava verið við veðurstøðunum, so hevur neyvt eftirlit, tillagingar og støðug menning havt við sær, at vit hava nútímansgjørt vetrartænastuna hjá Landsverki. Úrslitið er, at tænastustigið á kunningarøkinum er hækkað munandi, samstundis sum vit hava spart pening, sigur Gunnlaugur Sighvatsson á deildini fyri undirstøðukervii, sum hevur dagligu ábyrgdina av veðurstøðunum hjá Landsverki. Við nýggju og umvældu veðurstøðunum hevur Landsverk tilsamans 26 veðurstøðir kring landið, og tær veita upplýsingar um hita, vind, luftvætu, vætu á vegnum, avfall og lufttrýst 10. hvønn minutt alt samdøgrið. 15 støðir eru eisini útgjørdar við myndatóli. Í løtuni bíða 16 børn eftir tímum frá Stuðulsfólkaskipanini fyri børn. Talan er um nýggjar umsóknir og umsøkjarar, sum hava fingið partvísa játtan. Nøkur bíða í tvey ár. Tað eru tey, sum søkja um fleiri tímar. Orsøkin er ov fáir pengar, sigur landsstýriskvinnan í almannamálum, Annika Olsen, sum hevur svarað einum fyrispurningi frá Jógvani Skorheim, løgtingsmanni. Sambært Nærverkinum vanta tvær milliónir krónur í fyri at Stuðulsfólkaskipanini fyri børn kann veita allar játtaðar stuðulstímar og nøkta tørvin. Tað er tó ikki bara ein spurningur um pengar. Tað er eisini ein spurningur um støðugt at skipa og laga virksemið soleiðis til, at meira kann fáast fyri minni. Og tað verður gjørt, sigur landsstýriskvinnan. Stuðulsfólkaskipanin ætlar at javna býtið av játtaðum tímum yvir alt árið, og samskipa stuðulstímar til ávís børn, sum fáa stuðulstímar alt samdøgrið. Heldur enn at veita stuðulstímar á trimum ella fýra støðum, verða stuðulstímar veittir á einum staði. Ein annar trupulleiki er ógreiða um myndugleikar og lógir. Børn, sum hava serligar avbjóðingar, verða víst frá einum myndugleika til annan, tí ógreitt er, hvør hevur ábyrgdina av barninum. Annika Olsen sigur, at hon hevur avgjørt at fáa í lag greiðari uppgávu og ábyrgdarbýti millum land og kommunu, millum Almannamálaráðið og Mentamálaráðið og millum Almannamálaráðið og Heilsumálaráðið. Støðan er ógreið. Tað sigur Snorri Fjallsbak, leiðari á Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum, eftir fundin við Starvsmannafelagið seinnapartin. Lønardeildin og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið rokna nú við at frætta aftur frá Starvsmannafelagnum. Men enn er eingin tíðarfreist sett á, og heldur ongin nýggjur fundur avtalaður. Spurdur um útlitini fyri einum nýggjum sáttmála við Starvsmannafelagið, sigur Snorri Fjalsbak, at tað kann kann fara báðar vegir. Lærarafelagið og Havnar Arbeiðskvinnufelag skulu bæði á fund við Lønardeildina í morgin. Eg rokni við, at tey koma út higar at gera eina semju og skriva undir nýggjan sáttmála, sigur Snorri Fjallsbak við útvarpið í kvøld. Snorri Fjallsbak sigur, at arbeiðsgevararnir eru sinnaðir at broyta smálutir í verandi sáttmálauppleggi, men talan verður ikki verður um at gera munandi broytingar í tí semingsuppskoti, sum arbeiðsgevararnir góðtóku, men fakfeløgini vrakaðu. Føroyar hava fingið formansskapin í arbeiðsbólkinum hjá ICES, sum millum annað ger stovnsmetingar av toski, hýsu og upsa undir Føroyum. Petur Steingrund, fiskifrøðingur á Havstovuni, verður formaður í nevndini næstu trý árini. Skipanin er, at formaðurin í arbeiðsbólkinum verður valdur fyri trý ár í senn. Londin skifttast um at hava formannin. Arbeiðsbólkurin savnast í Keypmannahavn eina ferð um árið apríl mai at meta um støddina á fiskastovnunum við Eysturgrønland, Ísland, Føroyar og í Irmingarhavinum. Talan er um tosk, hýsu, upsa, sild við Ísland , lodnu við Ísland , svartkalva, stóra kongafisk og trantkongafisk. Stovnsmetingin er síðan grundarlagið undir ráðgevingini hjá ICES, sum vanliga er tøk um mánaðarskiftið mai juni. Havstovan letur Fiskimálaráðnum sítt tilmæli viðvíkjandi føroysku botnfiskastovnunum í seinasta lagi 15. juni á hvørjum ári. Heildarveitingin úr ríkiskassanum til Føroya í ár hækkar 8,6 milliónir krónur, og verður 624,1 millón krónur. Uppskotið um blokkin er lagt fyri fólkatingið. Heildarveitingin hevur síðani 2002 verið 615 milliónir krónur, men danska stjórnin og landsstýrið eru komin ásamt um at prístalsviðgera veitingina. Sostatt hækkar hon 8,6 milliónir í ár. Lógin kemur í gildi, dagin eftir at hon er kunngjørd. Sjúrður Skaale, formaður í Føroyanevndini í fólkatinginum, upplýsir, at uppskotið kemur til viðgerðar í Føroyanevndini mikudagin Fjórða fakfelagið á almenna arbeiðsmarknaðinum, Havnar Arbeiðskvinnufelag, hevur heldur ikki tikið støðu til, um farast skal í verkfall ella ikki, og støða verður ikki tikin fyrr enn í fyrsta lagi í morgin. Vigdis Johannesen, forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag, sigur við Sosialin, at tey hava játtað eini umbøn um at hittast til fundar við arbeiðsgevararnar í morgin. Og eingin støða verður tikin til semingsuppskotið fyrr enn eftir tann fundin, sigur Vigdis Johannesen. Starvsmannafelagið hevur seinnapartin havt fund við Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið, men eingin støða er tikin til verkfall. Og tað er ikki vist, at arbeiðsgevararnir fáa nakað endaligt svar í dag. Nú klokkan 15 fóru fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum aftur á felags fund um støðuna. Lærarafelagið hevur, sum skilst, góðtikið semjuna, men Pedagogfelagið hevur lýst verkfall í morgin ári. Mynd Vigdis Johannesen er forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag Starvsmannafelagið hevur enn ikki tikið støðu til, um felagið fer at góðtaka uppskotið um lønarsáttmála. Tað gjørdi forkvinnan í Starvsmannafelagnum greitt fyri løtu síðani eftir ein fund í Fíggjarmálaráðnum á Argjum við umboð fyri Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Nú klokkan trý verður fundur millum almennu fakfeløgini um støðuna Á fundinum verða eisini Lærarafelagið, sum hevur góðtikið sáttmálauppskotið, og Pedagogfelagið, sum fyrrapartin vrakaði uppskotið, og hevur lýst verkfall fyri limir sínar í morgin ári. Hoyr samrøðu við Selmu Ellingsgaard, forkvinnu í Starvsmannafelagnum, í útvarsptíðindunum klokkan 15. Sparitiltøk í SEV hava við sær, at níggju fólk í dag hava fyri ætlanarskriv um uppsøgn. Eykaaðalfundurin í SEV fyri jól samtykti, at el felagið skal spara 10 milliónir krónur í rakstrinum í ár. Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, sigur, at fyrst og fremst hevur verið kannað, hvussu sparast kann uttan at siga fólki úr starvi, men tað slepst tíverri ikki undan. Broytingar verða á samskiftisdeildini, verkfrøðingadeildini, í debitorbókhaldinum, móttøkuni, innan reingerð, á kundamóttøkunum í Vestmanna og Klaksvík, og eisini á rakstrardeildini. SEV hevur eisini gjørt av selja tríggjar bygningar ein í Miðvági, ein við Streymin og ein í Vágum. Eisini eru ætlanir um at uppsiga leigumál í Vestmanna og og Klaksvík, og tað ber í sær, at kundamóttøkan á hesum plássum heldur uppat. Ymiskar rakstraruppgávur verða útsettar, og á tann hátt ber til at spara fýra milliónir krónur í ár. Samráðingar eru við ymiskar veitarar um nýggjar treytir, við tí endamáli at spara eina millión krónur. Við hesum tiltøkum fer SEV at røkka málinum at skerja hallið í ár tilsamans 10 milliónir krónur, sigur Hákun Djurhuus, stjóri. Um eina løtu verður greitt, um fleiri fakfeløg í fakfelagssamstarvinum fara í verkfall ikki. Pedagogfelagið hevur lýst verkfall í morgin ári klokkan sjey, og nú klokkan 13 fer Starvsmananfelagið at boða arbeiðsgevarunum frá síni støðu. Selma Ellingsgaard vil einki siga, hvat stendur í fráboðanini til arbeiðsgevararnar. Lærarafelagið hevur eftir øllum døma góðkent seminguppskotið. Semjan er vánalig, men hon er ikki so vánalig, at tað er vert at fara í verkfall, sigur formaðurin í Lærarafelagnum, Herálvur Jacobsen, við Portalin. Hann sigur tó, at lærararnir vilja hava onkrar smávegis broytingar í semjuna. Lærarafelagið hevði ikki kunnað farið í verkfall alt fyri eitt. Tí abært høvuðsavtaluni skal felagið boða frá verkfalli í minsta lagi ein mánað frammanundan. Vrakið av stóra ferðamannaskipinum, Costa Concordia, verður liggjandi við italsku oynna Giglio leingi aftrat. Ikki fyrr enn eina ferð í heyst ella næsta vetur verður tað høgt upp ella umvælt, sigur leiðarin á italska tilbúgvingarstovninum, Franco Gabrielli, sum hevur ábyrgdina av at fáa skipið burtur. Hann sigur, at tað kunnu ganga millum sjey og 10 mánaðir at fáa skipið burtur. Í fyrstu atløgu royna tilbúgvingarmyndugleikarnir at forða fyri eini umhvørvisvanlukku við at taka oljuna úr skipinum. 2.300 tons av dieselolju eru í tangunum. Hetta arbeiðið fer at taka útvið ein mánað, men er seinkað av ringum veðri. Higartil eru 17 fólk funnin deyð eftir skipsvanlukkuna 13. januar. 15 fólk eru framvegis ikki afturíafturkomin. Fleiri enn 4.200 fólk vóru umborð, tá skipið rendi á ein boga og koppaði ú tfyri italsku Toscana leiðini. Felagið, sum eigur skipið, hevur lovað hvørjum ferðafólki í minsta lagi 82.000 krónur í part endurgjaldi, men fleiri sakarmál eru á veg móti eigarunum. Danski Fólkaflokkurin fer undir ongum umstøðum at góðtaka, at Danmark trumlar Føroyar niður, og harvið setir ES fram um ríkisfelagsskapin. Tað sigur framsøgumaðurin í føroyskum viðurskiftum hjá Danska Fólkaflokkinum, Søren Espersen, í einum tíðindaskrivi um ætlaðu ES tiltøkini móti Føroyum, í sambandi við makrelósemjuna. Tað er andstyggiligt, at Helle Thorning Schmidt og stjórn hennara nú fø fáa okkum í eina støðu, at Danmark við ES formansskapinum skal seta í verk tiltøk móti Føroyum. Við hesum hjálpa vit írskum og skotskum fiskimonnum at geva føroyingum ein frammaná, sigur Søren Espersen. Í tíðindaskrivinum hevur Søren Espersen eisini eitt prik til annan føroyska fólkatingslimin. Spennandi verður at síggja, hvørt Sjúrður Skaale, fólkatingslimur fyri Javnaðarflokkin, framhaldandi verður parlamentariska grundarlagið undir reyðu stjórnini hjá Helle Thorning Schmidt, um hon á henda hátt verður við til at syndra føroyskan búskap, sigur framsøgumaðurin hjá Danska Fólkaflokkinum. Teir 2.000 limirnir í Føroya Pedagogfelag fara í verkfall. Nevndin í felagnum hevur júst boðað Fíggjarmálaráðnum og Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum frá, at felagið lýsir verkfall í morgin ári. Nevndin sigur, at tað er serliga spurningurin um, at Pedagogfelagið ikki kundi fáa serkravið um betri fyrireikingartíð eftirlíkað, sum gjørdi, at felagið fer at lýsa verkfall. Pedagogarnir kunnu heldur ikki góðtaka, at spurningurin um flatskatt og lønarhækking verður tvinnaður saman. Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum klokkan 10. Norrøna hevur ligið í Nólsoyarfirði síðani klokkan fimm í morgun, men hon kemur inn á Havnina nú klokkan níggju. Veðrið hevur ikki verið til vildar at leggja at í morgun, men nú tað lýsir eru umstøðurnar betri. Hann er landssynningur sunnan, okkurt um 15 m s í Havn í morgun. Norrøna kemur úr Hirtshals og skal til Seyðisfjarðar seinnapartin. Um nakrar tímar verður greitt, um okkurt av fakfeløgunum á almenna arbeiðsmarknaðinum fer í verkfall. Tey fýra fakfeløgini, Pedagogfelagið, Starvsmannafelagið, Lærarafelagið og Havnar Arbeiðskvinnufelag, fara í seinasta lagi á middegi í dag at svara Fíggjarmálaráðnum og Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, hvat tey gera við semingsuppskotið hjá semingsmonnunum. Tað er ikki óhugsandi, at okkurt felag í fakfelagssamstarvinum fer í verkfall, meðan onnur fara at skriva undir semingsuppskotið. Sambært semingsuppskotinum, sum fakfeløgini higartil ikki hava viljað góðtikið, verður lønarsteðgur fyri allar almennar lønir yvir 30.000 krónur. Sambært upplegginum skulu tey, sum tjena minni enn 30.000 krónur um mánaðin, fáa 220 krónur afturat um mánaðin. Semingsuppskotið, ið varð lagt fyri partarnar tíðliga mikumorgunin, er galdandi til á middegi í dag, tá tað dettur burtur. Arbeiðsgevararnir Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið góðtóku semingsuppskotið, men fakfeløgini søgdu seg ikki kunna góðtaka tað. Klokkan 17 fara formenninir í teimum fýra fakfeløgunum á almenna arbeiðsmarknaðinum, sum hava verið til seming, á fund at taka samanum, nú feløgini hava kunnað tey um leið 100 álitisfólkini um støðuna. Selma Ellinsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum, Maud Wang Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum, Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum, og Vigdis Johannesen, forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag, fara væntandi at gera ein niðurstøðu á fundinum, men í løtuni er ikki greitt, um niðurstøðan kemur í kvøld. Brævaskifti hevur verið millum fakfeløgini og arbeiðsgevararnar, eftir at fakfeløgini havnaðu semingsuppskotinum. Brævið, sum fakfeløgini sendu arbeiðsgevaranum, var tað sama, sum tey góvu semingsmonnunum seinnapartin mikudagin. Í brævinum stendur, hvat fakfeløgini vildu hava við í semingsuppskotið fyri at góðtaka tað. Men sambært Selmu Ellingsgaard, forkvinnu í Starsvmannafelagnum, vildu semingsmenninir ikki vita av brævinum, tí teirra arbeiði var liðugt. Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum og Degi og Viku í kvøld. Mynd Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum, kunnaði fyrrrapartin síni álitisfólk um semingsroyndina. Hesar dagarnar verða tær fyrstu flytingarnar av eftirlønum gjørdar, síðan lógarbroytingarnar um skatting av eftirløn við inngjald komu í gildi. Nýggjastu tølini úr afturhaldsskipanini hjá TAKS siga, at í dag vóru 10.052 eftirlønarflytingar farnar um afturhaldsskipanina. Fluttar eru góðar 22 millónir krónur. Av hesum eru góðar 19 milliónir fluttar á føroyskar eftirlønarskipanir, og restin er farin á eftirlønaruppsparingar uttanlands. Av teimum 19 milliónunum krónunum eru 7,6 milliónir afturhildnar skatti. Vórðu eftirlønirnar, sum eru fluttar av landinum, eisini skattaðar nú, hevði øll skattaupphæddin verið slakar níggju milliónir krónur, upplýsir Taks. Makrelsamráðingarnar í Bergen hesa vikuna millum strandarlondini ES, Føroyar, Ísland og Noreg góvu einki úrslit. Samráðinngarnar vístu, at enn er langt millum partarnar. Tað, sum skilir, er spurningurin um, hvussu heildarkvotan av makreli skal býtast millum londini. Strandalondini hava kortini avtalað at hittast aftur til enn eitt samráðingarumfar, sum verður í Reykjavík frá 14. til 16. februar, upplýsir Fiskimálaráðið. Jákup Mikkelsen, landsstýrismaður, sigur, at tað hevur stóran týdning, at Føroyar framhaldandi verja síni rættindi og krøv í makrelmálinum. Samstundis ásannar landsstýrismaðurin, at dentur verður lagdur á at finna semjur, tí í longdini tæna tær øllum pørtum best, sigur Jákup Mikkelsen. Vit hava tikið málið upp við hann. Meira fæst aðalstjórin í Vinnumálaráðnum, Arne Poulsen, ikki at siga um støðuna hjá Brúkaraumboðnum, sum fekk fleiri atfinningar frá Landsgrannskoðanini. Bókhaldið hjá Brúkaraumboðnum er longu flutt í Vinnumálaráðið. Arne Poulsen vil ikki siga, um talan kann verða um at geva Brúkaraumboðnum eina ávaring. Tað einasta, aðalstjórin vil siga er, at Vinnumálaráðið hevur samskifti við Brúkaraumboðið, Andrass Holm Arge, um atfinningarnar hjá Landsgrannskoðanini. Fyri fyrstu ferð í søguni kemur Hægstirættur til Føroya at viðgera eitt rættarmál. Hósdagin 16. august fara sjey Hægstarættardómarar at viðgera stóra rættarmálið um meirvirðisgjaldið av skrásetingargjaldinum fyri bilar. Hægstirættur hevur tikið málið, tí talan er um eitt prinsipielt mál. Hægstirættur skal, eins og Føroya rættur og Eystari landsrættur, taka støðu til, um TAKS ólógliga hevur kravt merivirðisgjald av skrásetingargjaldinum á 12.200 akførum í tíðarskeiðnum 1999 2005. Fáa bileigararnir viðhald fer tað at kosta landskassanum yvir 100 milliónir krónur. Málið er seks ára gamalt. Í Føroya rætti fingu bileigararnir viðhald. Men í Eystara Landsrætti 20. januar í fjør fekk TAKS viðhald. Føroya rættur viðgjørdi í gjár eitt mál móti eini mammu, sum er ákærd fyri at hava burturflutt síni egnu børn, hóast hon ikki hevur foreldrarættin. Hendingin fór fram fyri góðum ári síðani. Kvinnan noktar seg seka. Verjin hjá kvinnuni, Jógvan Páll Lassen, segði í rættinum, at av tí at umstøðurnar hjá foreldrunum vóru serligar, fór kvinnan til Føroya við børnunum. Børnini eru framvegis í Føroyum, hóast pápin ikki býr í Føroyum. Málið kemur fyri aftur um nakrar mánaðir, og tá verða vitni eisini innkallað, sigur Jógvan Páll Lassen við Dag og Viku. Í gjárkvøldið doyði ein 19 ára gomul genta av løstunum, hon fekk, tá tveir bilar í gjáramorgunin rendu saman í hálkuni. Gentan var saman við tveimum øðrum í einum bili á veg til Havnar, tá tey í hálkuni komu út í skeiva vegabreyt á vegnum millum Fjarða og rendu í síðuna á einum mótkoyrandi bili. Hini bæði í bilinum ein maður síðst í 20 unum og ein kvinna um 20 ára aldur fingu álvarsligan skaða. Maðurin, sum var einsamallur í hinum bilinum, fekk ikki stórvegis skaða. Fíggjarlógin 2012 kemur til triðju og seinastu viðgerð á tingfundinum í dag. Onnur viðgerð varð seint í gjárkvøldið, og tá gjørdi løgtingið av at víkja frá tíðarfreistini, so triðja viðgerð kann verða á tingfundinum, sum byrjar klokkan 10 fyrrapartin. Broytingarnar hjá eini samdari fíggjarnevnd og hjá meirlutanum, er samgonguflokkunum, í fíggjarnevndini vórðu samtyktar, meðan uppskotini til broytingar frá minnilutanum í fíggjarnevndini og Framsókn fullu. Fundurin varð drúgvur, og orðaskifti endaði ikki fyrr enn klokkan var farin av níggju. Tá var ein steðgur, og so vóru hópin av atkvøðugreiðslum á skránni. Tingfundurin varð ikki liðugur fyrr enn klokkan hálvgum tólv. Fakfeløgini hava framvegis ikki tikið støðu til, hvat nú skal henda í sáttmálasamráðingunum. Tey fýra feløgini, Starvsmannafelagið, Pedagogfelagið, Lærarafelagið og Havnar Arbeiðskvinnufelag, hava kallað síni álitisfólk á fund í dag. Tá hesir fundir eru lidnir, fara nevndirnar í feløgunum at taka samanum í kvøld. Tað er púra ógreitt, hvussu langa tíð, feløgini skulu brúka afturat fyri at finna fram til sáttmálar í staðin fyri teir, sum fóru úr gildi 1. oktober í fjør. Í gjár viðgjørdu fakfeløgini svarið, tey fingu frá arbeiðsgevarunum um spurningar, tey sendu teimum mikukvøldið. Einki fæst at vita um, hvat partarnir eru ósamdir um nú. Heldur ikki, hvat arbeiðsgevararnir, sum eru Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelag, hava góðtíkið. Arbeiðsgevararnir góðtóku semingsuppskotið. Men tað gjørdu fakfeløgini ikki. Brævið, sum fakfeløgini sendu arbeiðsgevaranum, var sama brævið, sum tey góvu semingsmonnunum seinnapartin mikudagin. Í brævinum stendur, hvat fakfeløgini vildu hava við í semingsuppskotið fyri at góðtaka tað. Men sambært Selmu Ellingsgaard, forkvinnu í Starsvmannafelagnum, vildu semingsmenninir ikki vita av brævinum, tí teirra arbeiði var liðugt. Útvarpið bað í gjár Fíggjarmálaráðið um innlit í semingsuppskotið og í brævið, sum fakfeløgini sendu arbeiðsgevarunum fyrrakvøldið. Men svarið var nei. Leiðarin á Lønardeildini, Snorri Fjalsbak, vísti til greinina í innlitslógini, sum sigur, at rætturin til skjalainnlit kann avmarkast, tá neyðugt er at verja fíggjarlig áhugamál hjá tí almenna. Eingin, hvørki fakfelagsfólk, arbeiðsgevarar ella semingsmenn, vilja siga nakað sum helst um samráðingarnar. Tá hendan trætan eina ferð er loyst, hevur Fíggjarmálaráðið 25 fakfeløg eftir at gera sáttmála við. Í desember høvdu 1768 fólk einki arbeiði, og arbeiðsloysi var 6,5 prosent. Talan var um 900 konufólk og 868 mannfólk, upplýsir Hagstovan. Arbeiðsloysið var kortini minni enn fyri einum ári síðani, tá 103 fleiri vóru arbeiðsleys. Eftir at Fiskavirking fór á húsagang í desember í fjør, mistu nógv fólk arbeiði, og tí vóru 398 fleiri fólk arbeiðsleys í februar í fjør enn í desember. Arbeiðsloysið minkaði í summar, men síðani í september í fjør eru 184 fólk fleiri vorðin arbeiðsleys. Arbeiðsloysið er størst millum tey elstu á arbeiðsmarknaðinum, men lægst millum tey, sum eru millum 35 og 55 ár, upplýsir Hagstovan. Sambært ALS fingu 1767 fólk arbeiðsloysisstuðul í dag, 884 kvinnur og 883 menn. Løgmaður spyr í dag, um tað ikki er rætt at taka eitt tilfeingisgjald fyri makrelin, í staðin fyri at senda fólk til hús í hópatali. Kaj Leo Holm Johannesen skrivar í eini grein, at tað er ein stór avbjóðing at finna sparingar. Tí, verður skert í óðum verkum og ov tungar byrðar lagdar á fólk, er vandi fyri, at vælferðartænastur verða niðurbrotnar, sum ger tað minni liviligt og elvir til fólkaflyting. Seinastu árini eru vit komin í eina nýggja støðu viðvíkjandi makrelinum. Risa virði eru í makrelinum, og vinnan er sinnað at lata tilfeingisgjald. Vit noyðast tí at seta okkum spurningin, um tað ikki er rætt at taka eitt tilfeingisgjald fyri makrelin, heldur enn at senda fólk til hús í hópatali, sum aftur merkir verri tænastu til borgaran, skrivar løgmaður. Hann vísir á, at næstu árini skal hallið á fíggjarlógini skerjast 300 milliónir krónur, og neyðugt verður við broytingum og tillagingum Eins og vit mugu arbeiða okkum burtur úr kreppuni og skapa nýggj virði, skulu vit leggja okkum eftir at fáa meiri fyri minni. Vit skulu raðfesta tænastuna til borgaran, heldur enn varðveita óskynsamar bygnaðir og dupultfunktiónir. Størri og sterkari eindir geva møguleika fyri skynsamari rakstri og harvið betri tænastu. Og tí mugu vit broyta bygnaðin í almenna geiranum eitt nú talið á kommunum og skúlaeindum. Vit eiga at seta fullkomið bann fyri vandamikla evninum PFC. Tað heldur Maria Dam, doktari í evnafrøði og leiðari á granskingardeildini á Umhvørvisstovuni. Kanningin hjá Pál Weihe og øðrum um skaðiliga evnið PFC er sera áhugaverd, og hon eigur at brúkast í royndini at banna evninum, heldur Maria Dam. Hon vísir á, at størsti trupulleikin við PFC er, at tað er ikki lætt at vita, hvørjum vørum evnið er í. Tí er eisini so trupult at verja seg fyri evninum. Kanningin vísir, at PFC evni, sum verða brúkt í nógvum gerandisvørum, hava skaðiliga ávirkan á koppsetingar fyri differitis og stívkrampa. Og Høgni Debes Joensen, landslækni, sigur, at hevur koppingarskipanin ikki havt neyðuga virknaðin, er neyðugt at umhugsa broytingar Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum. Fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum vilja nú hava at vita, um tað ber til at gera semju við arbeiðsgevararnar um ein nýggjan sáttmála, hóast tey vrakaðu semingsuppskotið í gjárkvøldið. Nevndirnar í feløgunum viðgera enn svarið frá arbeiðsgevarunum, sum tey fingu stutt fyri middag, og feløgini vænta at koma við eini ítøkiligari fráboðan til limirnar seinni í dag. Tað sigur Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum. Hon sigur, at feløgini vilja hava nakrar broytingar í semingsuppskotinum, og tað eru hesar broytingar, sum feløgini eru í brævaskifti við arbeiðsgevararnar um. Hóast semingsmenninir góvu skarvin yvir í gjárkvøldið, eru teir framvegis tøkir, og partarnir kunnu heita á teir um at taka semingian uppaftur, men møguleikar eru eisini hjá pørtunum sjálvum at finna eina semju, sigur Selma Ellingsgaard. Útvarpið fylgir gongdini í tíðindunum, og sjónvarpið viðger eisini málið í Degi og Viku í kvøld. Tey fýra feløgini í fakfelagssamstarvinum sita framvegis á fundi og viðgera svarið, sum tey fingu frá arbeiðsgevarunum fyri middag. Men einki fæst at vita um brævaskiftið millum fakfeløgini og arbeiðsgevararnar, heldur ikki, um fakfeløgini hava fingið nakra freist at svara arbeiðsgevarunum. Eftir at fakfeløgini høvdu havnað semingsuppskotinum í gjárkvøldið, fóru tey á fund, og um átta tíðina í gjárkvøldið boðaði forkvinnan í Starvsmannafelagnum frá, at feløgini fóru at senda sáttmálapørtunum, er Fíggjarmálaráðnum og Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, eitt skriv, sum tey vildu hava arbeiðsgevararnar at svara í seinasta lagi á middegi í dag. Svarið komið eisini fyri middag, og sambært Heðini Mortensen, formanni í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, er talan um onkrar smálutir, sum ikki vóru við í semingsuppskotinum. Útvarpið væntar at fáa eina viðmerking frá fakfeløgunum í tíðindasendingini klokkan 15 Á sumri 2013 verður ein nýggjur depil til børn og ung við fjølbreki tikin í nýtslu í Runavík. Almannamálaráðið boðar frá, at arbeiðið at byggja depilin nú fer í gongd. Talan verður um eitt nútímans tilboð við øllum hentleikum til øll børn og ung í Føroyum við fjølbreki, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna. Virksemið ferr at fevna um eitt dagtilboð til 12 børn og ung við fjølbreki. Aftur at dagtilboðnum verður eisini ein umlættingareind við 8 plássum. Nýggi depilin í Runavík fer at avloysa dagstovnin Reiðrið. Enn er ógreitt, hvussu støðan er á almenna arbeiðsmarknaðinum. Lønardeildin og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hava sitið á fundi fyrrapartin og viðgjørt skrivið, sum Fakfelagssamstarvið sendi teimum í gjárkvøldið. Svarið varð sent teimum nakað fyri klokkan 12. Málið er avgreitt frá okkara síðu. Vit hava svarað nøkrum spurningum, sum vóru settir okkum, og meira kunnu vit ikki gera, sigur formaðurin í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn. Hvørki hann ella Snorri Fjalsbak, stjóri á Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum, vilja siga nakað innihaldið í brævaskiftinum millum partarnar. Men Heðin Mortensen sigur so mikið, at talan er um smálutir bagatellir. Talan er um nakrar smálutir, ið ikki vóru við í semingsuppskotinum, sambært formanninum í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum. Beint áðrenn tíðindini byrjaðu, fingu Útvarpið SMS boð frá Selmu Ellingsgaard, forkvinnu í Starvsmannafelagnum, sum boðar frá, at tey ikki kunnu koma við viðmerkingum til støðuna, tí svarið frá arbeiðsgevarunum skal viðgerast fyrst í Fakfelagssamstarvinum. Og sum skilst eru fakfeløgini farin á fund at viðgera svarið frá arbeiðsgevarunum. Ikki er greitt, um fakfeløgini hava fingið freist at svara. Maðurin, sum er skuldsettur at hava dripið Dánjal Petur Hansen, skal sita fýra vikur afturat í varðhaldinum. Tað avgjørdi Føroya rættur í gjár Fjølmiðlar og áhoyrarar fingu bert fyrsta partin við, tí ákærin, Linda Hesselberg, bað um, at rættarfundurin varð hildin fyri læstum hurðum. Dómarin eftirlíkaði hesum. Áðrenn hurðin varð læst, varð skuldsetingin lisin upp. 32 ára gamli maðurin, sum er av útlendskum uppruna, er skuldsettur fyri manndráp, og í øðrum lagi fyri grovan harðskap, sum hevði við sær, at Dánjal Petur Hansen doyði. Maðurin hevur sambært ákæruvaldinum dripið Dánjal Petur Hansen 4. november í fjør, og síðani beint fyri líkinum. Skuldsetti maðurin, sum eisini skal mentalkannast, noktar seg sekan í øllum skuldsetingum. Seminsmenninir kunnu ikki siga nær uppskotið kemur, men tað verður fyrrapartin. Seinnapartin ígjár vóru samráðingar tiknar upp aftur millum Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið øðrumegin og fýra fagfeløg hinumegin. Tey eru Starvsmannafelagið, Pedagogfelagið, Lærarafelagið og Havnar Arbeiðskvinnufelag. Samráðst hevur verið um vikuskiftið við onkrum steðgi, serliga um náttina, og klokkan fimm seinnapartin varð byrjað aftur saman við semings monnunum Peturi Zachariassen og Peturi Joensen. Hvussu gekk makrelfiskiskapurin í føroyskum sjógvi í 2011. Landsstýrið hevur ikki lagt fram nakra heildarmeting av hvussu landsins leiðsla er nøgd við tað sum fór fram. So mikið misnøgt er landsstýrið tó, at tað verður ein onnur skipan í ár, tá kvoturnar skulu býtast. Felagið Nótaskip var ikki nøgt við 2011 loysnina, og teir hava tikið stig til at gera eina eftirmeting av makrelfiskiskapinum í føroyskum sjógvi í 2011. Felagið hevur samla tilfar um makrelfiskiskapin, og skal leggja fram eina frágreiðing um hetta seinnapartin mánadagin. Bæði tey sum eru í vinnuni, og onnur sum fylgja gongdini, síggja við áhuga fram til at síggja hvat Nótaskip kemur at leggja fram. Andstøðuflokkarnir í fíggjarnevndini fara at leggja fram uppskot um eina alternatvia fíggjarlóg, tá fíggjarlógaruppskotið kemur til 2. viðgerð í tinginum. Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi siga, at talan verður um eitt fíggjarlógaruppskot, ið hevur munandi minni hall enn uppskotið hjá samgonguni. Andstøðan fer at raðfesta fleiri mennandi og vakstrarskapandi íløgur kring landið, útreiðsluvøksturin skal skerjast og nýggjar inntøkur finnast. Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi siga, at neyðugt er at fremja nýskipanir í samfelagnum, innan almenna fyrisiting, kommunur, skúlar, pensjón og fiskivinnu. Eisini er neyðugt við eini skattaumlegging, sum vendir sosialt rætt, siga flokkarnir. Alternativa fíggjarlógaruppskotið verður lagt fram, samstundis sum álitið frá figgjarnevndini verður lagt fram. Fíggjarnevndin er liðug at viðgera fíggjarlógaruppskotið, og ætlanin er at leggja álitið fram seinnapartin mánadagin. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, vil hava millum 50 og 100 milliónir krónur í tifeingisgjaldi frá makrelveiðun í ár. Løgmaður sigur við Dimmalætting, at sambært fíggjarlógaruppskotinum skulu sparast 100 milliónir krónur Og semja er um, at landskassin skal hava eins nógv í nýggjum gjøldum, sum spart verður. Tað kann einans koma frá einum tilfeingisgjaldi, sum verður millum 50 og 100 milliónir, sigur løgmaður við Dimmalætting. Í samgonguskjalinum verður sagt, at tilfeingisgjald loyvisskattur kann áleggjast feløgum, sum hava serliga stóran vinning. Vit kunnu vænta okkum einar 10 milliónir tann vegin, men tað er langt frá nóg mikið, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. Løgmaður sigur, at samgongan fer nú at viðgera spurningin um tilfeingisgjald. Eg kann tó siga so mikið, at verður avgjald lagt á hvørt kilo av makreli, verður tað ikki 25 oyru hesaferð. Tað var alt ov lítið seinast, og gjaldið verður væl hægri enn tað, sigur løgmaður við Dimmalætting Dysturin millum B36 og NSÍ var sum heild javnur, og leingi sá eisini út, at tað fór at enda við javnleiki. Tí líka til eitt korter var eftir av dystinum, var støðan framvegis 0 0. Jákup á Borg legði B36 á odda tá 75. minuttir vóru spældir, men bara fáar minuttir seinni javnar Klæmint Olsen fyri B36. Men tað gekk bara ein lítil løta, so legði tannáringurin hjá B36, Benjamin Petersen, heimaliðið á odda 2 1. Stutt fyri leiklok staðfesti Adeshina Lawal B36 sigurin, tá hann skoraði til 3 1. Við sigrinum er B36 fyribils komið upp á triða pláss. ÍF er nú ósigrað níggju dystir á rað. Í kvøld fingu fuglfirðingar fult, tá teir vendu 0 1 til 2 1. Hjartvard Hansen legði Víking á odda í 11 min. Leiðslan hjá Víkingi helt sær til hálvleik, men í seinna hálvleiki vendi ÍF dystinum. Fyrst javnaði Poul N. Mikkelsen, tá 56. minuttir vóru spældir, og tá 62. minuttir vóru spældir, skoraði Clayton Soares sigursmálið hjá ÍF. Við sigrinum er ÍF nú fýra stig aftan fyri HB, sum er á fyrsta plássi. ÍF hevur tó spælt ein dyst meira enn HB. Hinir dystirnir í 14. umfari Leygardagin B36 NSÍ Sunnudagin 07 Vestur HB EB Streymur KÍ AB TB Bólturin er á skránni sunnudagin klokkan 14.45. Dysturin millum EB Streym og KÍ verður útvarpaður, og fylgt verður eisini við hinum dystunum. Heimasíðan hjá NSÍ skrivar í dag, at Ábraham Løkin gevst sum venjari í NSÍ frá 1.juli. Orsøkin er, at hann hevur fingið starv í útlandinum. Ábraham Løkin stendur á odda fyri besta NSÍ liðnum í tveir dystir afturat. Leygardagin spælir NSÍ á útivølli móti B36, og fríggjadagin um eina viku skal NSÍ spæla móti AB á Argjum. Hósdagin 27. juni fer føroyska U19 landsliðið hjá monnum fyrst til Danmarkar á venjingarlegu í Viborg og síðani til Svøríkis at luttaka í European Open. Kappingin verður spæld í Partille og er annaðhvørt ár fyri ávikavist U19 menn og U19 kvinnur. Útileikarar Djóni Højgaard, Tróndur Arge, Pætur Thomsen og Oddur Bech, H71 Eirikur Simonsen, Helgi Hoydal og Kjartan Johansen, Viborg Julian Olsen, Hanus Christophersen og John Nielsen, VÍF Allan Norðberg,STÍF Rasmus Gullfoss, Taastrup Áki Egilsnes, Skanderborg Rói B. Hansen, Neistin Í dag hoyra vit úr bókini Jón Oddur og Jón Bjarni. Bókin er hin fyrsta í eini røð um tvíburararnar báðar, sum eru 6 ára gamlir, og sum finna uppá mangt stuttligt. Teir eru ikki farnir í skúla, teir eru kátir, og vita altíð onkur ráð at stytta sær stundir við. Jón Oddur og Jón Bjarni eiga eina yngri systur, sum eitur Magga, og eina hálvsystur, sum eitur Anna Jóna. Dreingirnir halda tað ikki altíð vera lætt at skilja tey vaksnu, men dagliga eru teir nógv saman við tveimum tilkomnum konum, tí hjartagóðu arbeiðskonuni Suffíu, og tí ættkæru røvaraommuni. Tær báðar læra tvíburarnar nógv um lívsins álvara. Guðrun Helgadóttir skrivaði og Martin Næs týddi til føroyskt. Elin Heinesen lesur. Í dag hoyra vit úr bókini Jón Oddur og Jón Bjarni. Bókin er hin fyrsta í eini røð um tvíburararnar báðar, sum eru 6 ára gamlir, og sum finna uppá mangt stuttligt. Teir eru ikki farnir í skúla, teir eru kátir, og vita altíð onkur ráð at stytta sær stundir við. Jón Oddur og Jón Bjarni eiga eina yngri systur, sum eitur Magga, og eina hálvsystur, sum eitur Anna Jóna. Dreingirnir halda tað ikki altíð vera lætt at skilja tey vaksnu, men dagliga eru teir nógv saman við tveimum tilkomnum konum, tí hjartagóðu arbeiðskonuni Suffíu, og tí ættkæru røvaraommuni. Tær báðar læra tvíburarnar nógv um lívsins álvara. Guðrun Helgadóttir skrivaði og Martin Næs týddi til føroyskt. Elin Heinesen lesur. Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, var fáorðaður eftir samráðið í fíggjarnevndini og rættarnevndini í dag. Ivi er sáddur um heimildirnar hjá landsstýrismanninum, og tosað verður í andstøðuni um kanska at reisa misálit á Kára P. Højgaard. Trygdin hjá teimum 14 monnunum á Jákupi B, sum síðani mikunáttina hevur rikið fyri vág og vind 1300 fjórðingar úr Føroyum, er vorðin ein spurningur um pengar millum Tryggingarfelagið Føroyar og Fiskiveiðueftirlitið. Grímur Lassen, nevndarformaðurin í felagnum EFHO, er skelkaður av støðuni, at eitt skip, sum er í neyð, ikki fær hjálp, fyrr enn fíggingin er í lagi. Vinnuhúsið hevur ment eina heimasíðu, sum er ætlað at knýta fólk undir útbúgving tættari at vinnulívinum í Føroyum. Endamálið við heimasíðuni er at gera fólk undir útbúgving tilvitað um møguleikarnar í Føroyum. Á síðuni kunnu fyritøkur skráseta verkætlanir, sum lesandi kunnu arbeiða við, og lesandi kunnu eisini skráseta seg á heimasíðuni, so fyritøkur kunnu koma í samband við tey. Forkvinnan í MFS heldur, at heimasíðan er bæði til fyrimunar fyri føroysk lesandi og føroyskar fyritøkur. 25 fyritøkur fingu møguleika at bjóða upp á arbeiðið at gera Skálafjarðartunnilin, og alt fyrireikingararbeiðið er gjørt í samsvari við lógina, sigur Kári P. Højgaard landsstýrismaður í innlendismálum. Men Bjørn á Heygum, løgfrøðingur, sum var við til at smíða stýrisskipanarlógina, sigur, at landsstýrismaðurin hevur ikki gjørt eftir lógini. Lógin sigur greitt, at Skálafjarðartunnilin skal bjóðast út í fríari kapping. Og tað hevur landsstýrismaðurin ikki gjørt, sigur Bjørn á Heygum. Klaksvíkar býráð hevur samtykt, at borgarstjórin kann røkja eitt fulltíðarstarv afturat sínum borgarstjórastarvi í øllum førum til jóla. Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, kann sostatt kalla seg bæði borgarstjóra og løgtingsmann fyri Sjálvstýrisflokkin eftir 1. juli. Hetta hevur hann lógarheimilaðan rætt til, men fleiri røddir hava sett spurnartekin við, um tað ber til at røkja bæði eitt borgarstjórastarv og løgtingsmannastarv samstundis. Tekur ikki støðu Óluva Klettskarð, býráðslimur í Klaksvík, fyri Tjóðveldi, sigur, at býráðið tekur ikki støðu til, um tað er rætt ella skeivt av Jógvani Skorheim at sita í báðum størvum. Tað einasta, sum býráðsmeirilutin er áhugaður í, er at tryggja, at borgarstjórastarvið verður røkt til fulnar, sigur hon. Tjóðveldi er saman við Sjálvstýrisflokkinum, flokkinum hjá borgarstjóranum, og Javnaðarflokkinum í meirilutanum í býráðnum í Klaksvík. Steinbjørn O. Jacobsen í Tjóðveldi er varaborgarstjóri. Minnilutin í býráðnum, Fólkaflokkurin, vildi ikki loyva borgarstjóranum at hava bæði størvini í senn. Hoyr samrøðu við Óluvu Klettskarð í útvarpstíðindunum . Bakkafrost seldi 1600 tons av laksi til Kina fyrsta ársfjórðing ár. Størsta framgongdin er í feskum alilaksi, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti. Danmark fer at atkvøða ímóti at seta ES handilstiltøk í verk móti Føroyum, men tað hevur bert súmbolskan týdning, tí Danmark er bert eitt av 27 londum í ES. Tað sigur Beinta Løwe Jacobsen, journalistur og samfelagsfrøðingur, sum gjørdi viðmerkingar til tað, ið varð borið fram á tíðindafundinum hjá forsætisráðharranum og løgmanni í Tinganesi. Beinta Løwe Jacobsen vísir á, at fyri tað um Danmark atkvøður ímóti, verður uppskotið um handilsstongsul samtykt í ES, verður eingin onnur loysn funnin frammanundan. Tí hevur Kári P. Højgaard ein stóran trupulleika. Hann kann fáa eina misálitisváttan í løgtinginum, sigur Bjørn á Heygum, løgfrøðingur, sum var við til at gera stýrisskipanarlógina. Tað var boðskapurin hjá Pól Huus Sólstein, sølustjóra, tá Helle Thorning Schmidt, forsætisráðharri, vitjaði hjá partafelagnum Christiani í Grótinum í gjár. Pól Huus Sólstein hevur fyrr víst á, at ætlaðu handilsforðingarnar verða ein smeitur, og hann mælti tí bæði forsætisráðharranum og løgmanni, Kaj Leo Johannesen, til at sessast aftur við samráðingarborðið. Tað er óheppið fyri bøndurnar, at fíggjarnevndin ikki vil viðgera umsóknina um stuðul til hoyggj, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í búnaðarmálum. Ætlanin var at avgreiða umbønina við einum fíggjarnevndarskjali, men fíggjarnevndin heldur ikki, at málið hevur so stóran skund, og tí kemur eingin eykajáttan fyrr enn eftir ólavsøku. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Nú avtala verður gjørd við eitt útlendskt felag at byggja og reka Skálafjarðartunnilin, setur Bjarni Djurholm, samgongutingmaður og fyrrverandi landsstýrismaður í vinnumálum, aftur spurnartekin við, um reglurnar í lógini um Skálafjarðartunnilin verða hildnar. Eftir hansara tykki átti Landsverk at staðið fyri at leitað eftir íleggjarum til verkætlanina, og tá Landsverk síðani hevði latið landsstýrismanninum tilmæli um, hvør skal fáa loyvi at byggja og reka tunnilin, áttu øll viðkomandi í málinum at verðið kunnað, fyrst og fremst løgtingið. Á tann hátt hevði verið sloppið undan øll gitingum, sigur Bjarni Djurholm. Hann heldur eisini, at landsstýrismaðurin átti at tikið atlit at føroyskum byggifyritøkum, tá tunnilin skal gerast. Útvarpið fer í summar at senda nakrar av teimum sendingunum, sum í sjeytiárunum vórðu gjørdar runt um oyggjarnar. Lagt verður fyri við trimum sendingum úr Dímun, har Janus í Dímun greiðir frá. Í teimum fyrru sendingunum verður siglt runt um oynna og í triðju sendingini verður farið niðan til hús, har Kinna í Dímun eisini greiðir frá lívinum í Dímun. Niels Juel Arge gjørdi sendingarnar í 1974. Helle Thorning Schmidt, forsætisráðharri, tók uppaftur tað, sum hon hevur sagt fyrr um trætuna millum ES og Føroyar í sildamálianum, tá hon hitti lesandi á Fróðskaparsetrinum fyrrapartin. Forsætisráðharrin varð eisini spurd um, hvussu hon kann tryggja, at donsk lesandi fáa størri kunnleika til føroysk viðurskifti. Helle Thorning Schmidt mælti øllum føroyskum kvinnum at koma heimaftur, tá tær eru lidnar við útbúgvingina uttanlands. Íslendskur tónleikur, føroysku fjøllini og gomlu kirkjurnar eru upplivingar, ið Jónheðin Herason Tróndheim viðmælir føroyingum at royna í summar. Bjørn Kalsø, landsstýrismaður,lovar nú, at miðnámsskúlalærarar fáa tí kravdu útbúgvingina, sum hevur verið niðurraðfest síðani 2008. Helvtin av lærarunum á miðnámsskúlunum í Føroyum hevur ikki kravdu quot pedagogikum quot útbúgvingina. Bjørn Kalsø heldur ikki, at føroyska miðnámsútbúgvingin er í vanda, men tað er neyðugt, at lærararnir fáa kravdu útbúgvingina. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Handilsforðingar hjá ES verða á skránni, tá formansskapurin í løgtinginum í dag hevur fund við formansskapin í danska fólkatinginum. Hetta eru royndir politikarar í formansskapinum, so eg vóni at teir gera sína ávirkan galdandi, sigur Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður. Tað er fyri at halda eina avtalu við sínar veljarar og við Føroya fólk, at borgarstjórin í Klaksvík, Jógvan Skorheim, nú tekur sæti aftur á tingi, hóast at kalla einki tingarbeiði er í løtuni. Hann heldur ikki, at tað er nakar trupulleiki hjá sær at røkja bæði borgarstjórastarvið og tingmannastarvið. Tá Jógvan Skorheim á nýggjárinum tók við sum borgarstjóri í Klaksvík, og harvið avgjørdi at lata tingsessin víðari til Kristionnu Winther Poulsen, nevndi hann einki um at hann hevði avtalað við sínar veljarar um at fara aftur í løgtingið í summar. Djóralæknamyndugleikarnir stúra fyri, at føroyskir hundar eru smittaðir av einari sjúku, sum kann vera vandamikil fyri fólk. Sjúkan kallast leprosperose, og kann raka øll. Í ringasta føri kunnu tey, sum fáa sjúkuna, doyggja. Landsdjóralæknin, Birna Mørkøre, mælir fólki til at ansa væl eftir reinførinum. Landsdjóralæknin fær úrslitið av kanningini um eina viku ella so. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Blaðið byggir hetta uppáhaldið á eina kanning hjá sálarfrøðinginum Tóru Petersen. Men Tóra Petersen heldur ikki, at Ekstra Blaðið nýtir kanningina á rættan hátt, tí spurningurin um kynsliga misnýtslu var bert ein av fleiri spurningum í kanningini. Støðan hjá børnum, ið eru fyri kynsligum ágangi, er nógv batnað, síðani nýggja barnarverndarlógin varð sett í gildi fyri sjey árum síðani. Danska Ekstra Blaðið ger í hesum døgum nógv burtur úr pedofili í Føroyum. Oddbjørg Balleivast ikki í, at samfelagið í sínari tíð sveik tey, sum Ekstra Blaðið nú skrivar um. Barnaverndarstovan fekk í fyrraárið 25 fráboðanir um kynslian ágang móti børnum. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Føroyar ætla at noyða ES til samráðingarborðið við eini serstakari semingsmannagongd hjá ST. Hetta kann roynast sambært altjóða havrættarsáttmálanum. Víst verður til havrættarsáttmálan hjá ST, sum heimiðlar samráðingar, tá ósemja er. Víst verður aftur, at Føroyar skulu vera rýmdar frá samráðingunum, og harafturat verður dúvað upp á trýst á ES úr Danmark. Útvarpið fer í summar at senda nakrar av teimum sendingunum, sum í sjeytiárunum vórðu gjørdar runt um oyggjarnar. Lagt verður fyri við trimum sendingum úr Dímun, har Janus í Dímun greiðir frá. Í teimum fyrru sendingunum verður siglt runt um oynna og í triðju sendingini verður farið niðan til hús, har Kinna í Dímun eisini greiðir frá lívinum í Dímun. Niels Juel Arge gjørdi sendingarnar í 1974. Annar hvør, sum eigur høglbyrsu, verður lógarbrótari, verður nýggja vápnalógin sett í gildi. Teir fara ikki á vápnaskeið og fara framvegis at nýta byrsuna, hóast skeið og vápnaloyvi verða kravd. Tað segði Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður,á tíðindafundinum í Tinganesi seinnaparrtin, tá landsstýrið hevði sent ES hoyringarsvarið í ES málinum. Landsstýrið vísir serliga á trý ymisk punkt, sum eru sett í aftursvarið, har víst verður til havrættarsáttmálan hjá ST, ið heimiðlar samráðingar, tá ósemja er. Landsstýrið vísir aftur, at Føroyar skulu verða rýmdar frá samráðingunum, og harafturat verður dúvað upp á trýst á ES úr Danmark. Løgmaður legði dent á, at hetta er ein trupul støða í Ríkisfelagsskapinum, men hann segði seg ikki ivast í stuðuli frá Danmark. Eingin fæst at gera støðulýsingar av sethúsum, so leingi sum tey sjálvi hefta fyri einum møguligum endurgjaldskravi. Tí er einasta loysnin, at broyta lógina, so felagið, sum viðkomandi arbeiðir fyri, hevur ábyrgdina. Tað sigur Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum. Longu tá lógin, sum skal verja tey, ið keypa hús, var til viðgerðar í løgtinginum á heysti í 2011, mælti Ráðgevarafelagið frá at samtykkja uppskotið. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Tað er ein av niðurstøðunum hjá Halli av Rana, sum hevur skrivað høvuðsuppgávu á Fróðskaparsetrinum um tríbýtta valdið í Føroyum. Síðani stýrisskipanarlógin kom í 1995, eru 89 prosent av andstøðuuppskotunum feld. Andstøðuflokkar hava tí lítla og onga ávirkan á lógarsmíðið. Tað er sum eftirlitsstovnur, at andstøðuflokkarnir kunnu ávirka politikkin í Føroyum, sigur Hallur av Rana, ið fekk próvtalið 11 fyri høvuðsuppgávuna. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Nú Vágatunnilin og Norðoyatunnilin hava lækkað prísirnar, krevja suðuroyingar eisini príslækkingar og fleiri túrar um Suðuroyarfjørð. Allir borgarstjórarnir í Suðuroynni hava sent landsstýrismanninum í vinnumálum bræv, har teir siga seg vænta, at landsstýrismaðurin fer at lækka prísirnar og økja túratalið. Tingmanningin hjá Sambandsflokkinum tekur undir við fólkatingsmanninum, Edmundi Joensen, sum fleiri ferðir hevur funnist hvassliga at formanninum, Kaj Leo Johannesen, um at tann sosiali profilurin hjá flokkinum hevur ikki verið nóg greiður í hesum samgonguskeiðnum. Martinus á Ósabakka er eitt kent navn í Føroyum og frá honum eru nógvar søgur. Hann var ein av teimum mongu synunum hjá miðgerðabóndanum Sámal Peturi Samuelsen, føddur í 1863 og livdi til 1940. Martinus fór ungur út at sigla, og skal hava verið víða um í Evropa eins og í Amerika. Heim aftur komin búsettist hann á Ósabakka í Kollafirði, har hann hevði eitt garnahús. Martinussi dámdi væl at siga søgur um upplivingar bæði í Føroyum og uttanlands. Javnan var hann í Fuglafirði og vitjaði, har hann hevði fleiri brøður og eina systir. Eisini har liva søgurnar hjá Martinussi sítt fríska lív. dag hoyra vit úr bókini Jón Oddur og Jón Bjarni. Bókin er hin fyrsta í eini røð um tvíburararnar báðar, sum eru 6 ára gamlir, og sum finna uppá mangt stuttligt. Teir eru ikki farnir í skúla, teir eru kátir, og vita altíð onkur ráð at stytta sær stundir við. Jón Oddur og Jón Bjarni eiga eina yngri systur, sum eitur Magga, og eina hálvsystur, sum eitur Anna Jóna. Dreingirnir halda tað ikki altíð vera lætt at skilja tey vaksnu, men dagliga eru teir nógv saman við tveimum tilkomnum konum, tí hjartagóðu arbeiðskonuni Suffíu, og tí ættkæru røvaraommuni. Tær báðar læra tvíburarnar nógv um lívsins álvara. Guðrun Helgadóttir skrivaði og Martin Næs týddi til føroyskt. Elin Heinesen lesur Í dag hoyra vit úr bókini Jón Oddur og Jón Bjarni. Bókin er hin fyrsta í eini røð um tvíburararnar báðar, sum eru 6 ára gamlir, og sum finna uppá mangt stuttligt. Teir eru ikki farnir í skúla, teir eru kátir, og vita altíð onkur ráð at stytta sær stundir við. Jón Oddur og Jón Bjarni eiga eina yngri systur, sum eitur Magga, og eina hálvsystur, sum eitur Anna Jóna. Dreingirnir halda tað ikki altíð vera lætt at skilja tey vaksnu, men dagliga eru teir nógv saman við tveimum tilkomnum konum, tí hjartagóðu arbeiðskonuni Suffíu, og tí ættkæru røvaraommuni. Tær báðar læra tvíburarnar nógv um lívsins álvara. Guðrun Helgadóttir skrivaði og Martin Næs týddi til føroyskt. Elin Heinesen lesur Tað sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir. Hon er forkvinna í Rættarnevndini, sum saman við landsstýrismanninum í innlendismálum, Kára P. Højgaard, hevur verið í Sveis og kunnað seg um, hvussu gamlir tunlar kunnu dagførast. At ES er farið at hótta Ísland í makrelmálinum, tí íslendingar hava tikið umsóknina um ES limaskapin aftur, styrkir okkara støðu í málinum um ES handilstiltøk móti Føroyum. Sjóvar kommuna skal ikki vænta sær at fáa pening úr landskassanum til nýtt sambýli. Tað skiltist á svarinum, sum Annika Olsen, landsstýriskvinna, hevði at geva Arturi Johansen, borgarstjóra, í útvarpstíðindunum í gjárkvøldið. Nýggj umbøn Borgarstjórin í Sjóvar kommuna hevur sagt, at sama um eldraøkið verður lagt út til kommunurnar ella ikki, krevur kommunan at fáa játtan til eitt sambýli, sum stórur tørvur er á. Sjóvar kommuna hevur tí sent landsmyndugleikunum nýggja umbøn. Men Annika Olsen heldur, at vit hava nóg nógv røktarheim. Størri dentur skal leggjast á heimatænastuna, sigur hon. Hoyr Artur Johansen, borgasrtjóra, og samrøðu við Anniku Olsen í útvarpstíðindunum. Lønarskatturin í Føroyum er framvegis ov høgur. Tað hevur landsstýrið staðfest í sambandi við tilmælini at fáa ung at flyta heim aftur til Føroya eftir loknan lestur. Ein embætismannabólkur í Fíggjarmálaráðnum er tí settur at kanna økið og koma við einum uppskoti um, hvussu lønarskatturin kann lækkast. Og hvussu henda lækking kann fíggjast. Dimmalætting vil vera við, at Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, er farin at leita eftir fígging til nýggjan skattalætta. Sama, um Almannaráðið ikki vil játta neyðugu pengarnar, ella um eldraøkið verður lagt út til kommunurnar tann 1. januar 2014, so skal eitt sambýli byggjast í Sjóvar kommunu nú. Almannaráðið hevur fingið fleiri áheitanir um at játta kommununi rakstrarkostnað, men svarið hevur verið nei eisini, hóast Sjóvar kommuna hevur havt eina tørvsmeting frá Almannaverkinum, har tað verður sagt, at tørvur er einum á sambýli. Margfeldi av føroyskum seyðalitum eru nú settir upp í eina myndatalvu, sum eisini er útkomin sum plakat. Málbólkurin við myndatalvuni eru tey, sum ikki regluliga hava sambandi við seyðahald. Tað sigur Astrid Andreasen, listakvinnan, sum hevur tikið stig til eina myndatalvu við seyðalitunum. Hon hevur fingið serøkna hjálp til arbeiði við talvuni frá Marjun Arge Simonsen, málfrøðingi, og Gunnari Bjarnason, landbúnaðarfrøðingi. Uni Leitisstein Hansen hevði dragsað tey trý út á eina trøð í Havn í gjár at hyggja eftir seyði og tosa um týdningin at kenna seyð, seyðamáli og nýggju plakatina við seyðalitunum. Tað sigur Mette Gjerskov, matvørumálaráðharra, eftir at Edmund Joensen, fólkatingslimur, vildi vita, um Danmark hevur heimild at boykotta eitt land, sum er tey eru í ríkisfelagsskapi við. Tað er beinleiðis ósatt, tá uppsjóvarvinnan í Bretlandi førir fram, at bæði makrelur og sild er í alifóðrinum sum Havsbrún selir føroysku alivinnuni. Tað sigur Odd Eliasen, stjóri í Havsbrún, eftir at uppsjóvarvinnan í Bretlandi vil hava British Frozen Food Federation at útihýsa føroyskum fyritøkum. Tað hendir bert eina viku eftir, at eitt dótturfelag hjá Bakkafrosti kom upp í felagsskapin hjá teimum, sum selja frystar matvørur í Bretlandi. Ian McFadden, formaður í felagnum hjá skotskum uppsjóvarvirkjum, sigur, at í Føroyum verður fóðrið til laksaalingina gjørt úr makreli og sild. Hetta ger, at nýggi limurin í British Frozen Food Federation, Bakkafrost, á hendan hátt innflytur makrel og sild til Bretlands. Gjøgnum føroyskan laks koma føroyskur makrelur og føroysk sild í føðiketuna í Bretlandi, sigur Ian McFadden. Og tí eiga vit at forða fyri, leggur hann afturat. Tað ætlar Mette Gjerskov, matvørumálaráðharri. Eftir samráðið, sum var í matvørunevndini í fólkatinginum í gjár, kom fram, at ætlar ES at boykotta Føroyar, so má tað vera í samsvari við havrættarsáttmálan hjá ST. Hugo Faldlossen er navnið á persóninum, sum ger telefonskemt í sendingini Karrusellin í summar. Hugo Faldlossen verður at hoyra týsdagar og fríggjadagar. Sjúrður Skaale, folkatingslimur, tekur stuðulin aftur til donsku stjórnina, atkvøður hon fyri at seta handilstiltøk í verk móti Føroyum. Tá heimildin fyri revsitiltøkunum vóru fyri í ES tinginum, atkvøddu fleiri danskir javnaðarmenn fyri. Hetta er óheppið, heldur Sjúrður Skaale, men hann kann ikki leggja seg útií, hvussu verður atkvøtt í ES tinginum. Martinus á Ósabakka er eitt kent navn í Føroyum og frá honum eru nógvar søgur. Hann var ein av teimum mongu synunum hjá miðgerðabóndanum Sámal Peturi Samuelsen, føddur í 1863 og livdi til 1940. Martinus fór ungur út at sigla, og skal hava verið víða um í Evropa eins og í Amerika. Heim aftur komin búsettist hann á Ósabakka í Kollafirði, har hann hevði eitt garnahús. Martinussi dámdi væl at siga søgur um upplivingar bæði í Føroyum og uttanlands. Javnan var hann í Fuglafirði og vitjaði, har hann hevði fleiri brøður og eina systir. Eisini har liva søgurnar hjá Martinussi sítt fríska lív. Tað er ikki tí, at TF Holding ikki hevur 100 prosent álit á Eik, at felagið ikki enn vil eiga bankan 100 prosent, sigur stjórin í TF Holding, Regin Hammer. Men tryggingarfólki dámar best at spjaða váðan, sigur hann. TF Holding keypti tey 70 prosentini í Eik fyri 450 milliónir krónur Hámarksprísurin fyri tey 30 prosentini, sum eru eftir, er 293 mio. krónur Sambært avtaluni um bankakeypið fekk Fíggjarligt støðufesti 123 milliónir krónur í forrættarvinningsbýti av vinninginum hjá Eik Banka í 2012. Viðurskiftini millum Føroyar og Danmark koma til viðgerðar, tá danski fiskimálaráðharrin, Mette Gjerskov, í dag skal svara spurningum um ætlaða ES stongsulin móti Føroyum, í kjalarvørrinum av silda og makrelósemjuni. Fólkatingsnevndin fyri matvøru, landbúnað og fiskivinnu hevur boðsent Mette Gjerskov í samráð um føroyska silda og makrelfiskiskapin. Føroyanevndin er boðin við til samráðið seinnapartin, og har skal ráðharrin eisini svara spurningum um viðurskiftini millum Føroyar og Danmark, nú ES hevur ætlanir um umfatandi handilsstongsul móti Føroyum. Ein av fyrireikarunum var Rúna Sivertsen, og hon varð eisini vald í nevndina. Hon heldur at meir eigur at fáast fyri pengarnar sum verða játtaðir til eldraøkið. Tey, sum manna nevndina í felagnum, eru, Rúna Sivertsen, Mary Antonsdóttir, Betzy Ludvig, Kirstin Simonsen, Tóra Tórgarð, Anne Dot Ludvig og Torkil Skála. Nevndin skipar seg sjálv á einum seinni fundi. Tá húsið verður klárt, verður frystigoymslan hjá virkinum um 14.000 tons. Fyrbils noyðist virkið at klára seg við ta minnu goymlsuna, sum tekur um 6.000 tons, men tað ber til, sigur Bogi Jacobsen, stjóri í Varðanum Pelagic. Tað loypti hvøkk á fólk í morgun, tá Teistin stutt fyri kl. 9 skuldi fara av Gomlurætt til Skopunar, og motorarnir ikki virkaðu sum teir skuldu. Hildið var, at skipið aftur hevði fingið barnasjúkuna sum fylgdi tí í fleiri ár, og at talan var um eitt sonevnt blackout. Men kanningar hava víst, at tað var tað ikki, men at tað var okkurt í havnini á Gomlurætt, sum kom í aðra skrúvuna, sigur Conrad Gaard, rakstrarleiðari hjá Strandferðsluni. Í fjør varð Teistin tikin úr sigling í langa tíð, tí hann varð umvældur fyri 17 milliónir krónur fyri at sleppa undan sonevndu blackoutunum. Hoyr samrøðu við Conrad Joensen í útvarpstíðindunum. Men ikki fyrr enn eftir 5.juli, tá umsóknarfreistin er farin, ber til at siga, hvør skal viðgera umsóknirnar og gera innstillingina. Tað sigur Bjørn Patursson, stjórin á Búnaðarstovuni. Tað var meklarafyritøkan Skyn, sum seldi Katrini Joensen og manni hennara húsini, sum Katrin Joensen sigur eru soppafongd. Umvælingarkostnaðurin verður kanska einar 400.000 krónur Jón Simonsen, stjóri í Skyn, sigur, at sum støðan er í løtuni, er frægast, at keypari og seljari í felag finna eina loysn, heldur enn at fara í rættin. Jón Simonsen var gestur í útvarpsstovuni hjá Solby Christiansdóttir. Í oktober í fjør keyptu Katrin Joensen og maðurin eini hús í Havn fyri tvær milliónir krónur. Dagin eftir, at tey høvdu fingið lyklarnar, varnaðust tey, at okkurt varheilt galið. Húsini luktaðu av vátari mold og soppi. Tey vendu sær bæði til fyrrverandi eigaran, sum onki segði seg kenna til nakran lukt, og síðani til Skyn, sum var fyritøkan, ið stóð fyri søluni. Hjá Skyn fingu tey at vita, at iðranarrætturin upp á tríggjar dagar var farin, so har var onki at gera. Nú skjótt tvey ár eru farin, síðani løgtingið samtykti lógina, sum skal verja fólk, ið keypa hús, eru fólk líka verjuleys enn. Tí hóast lógin er bæði samtykt og komin í gildi, kunnu tey ikki tekna sonevndu ognarskiftistryggingina, sum skal verja tey móti fíggjarligum óføri. Politiska skipanin hevur ikki dugað nóg væl at stýrt veiðitrýstinum á botnfiskastovnarnar undir Føroyum. Men tað er eisini trupult at stýra veiðitrýstinum, tí tilmælini eru so ymisk. Tað sigur Páll á Reynatúgvu, framsøgufólk í fiskivinnumálum fyri Tjóðveldi á løgtinginum. Politikarar kenna seg lús millum tvær negl millum fiskifrøðingarnar øðrumegi og vinnuna hinumegin. Eisini millum at fáa samfelagsligt gagn burtur úr fiskatilfeinginum undir Føroyum, og at tryggja eina burðardygga veiðu, kenna politikarar seg sum lús millum tvær negl. Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn. Hann heldur ikki, at býráðslimir halda seg aftur við at gera vart við seg, um teir eru ónøgdir, hóast teir eru partar av einum meiriluta. Marin Katrina Frýdal, býráðslimur fyri Tjóðveldi, hevur sagt, at hon saknar politiskt kjak í býráðnum, nú ongar kritiskar andstøðurøddir eru. Men í løtuni er neyvan nakar vandi fyri, at fólk fara at venda føroysku mjólkini bakið. Orsøkin til, at danska mjólkin er dýrari í Føroyum enn í Danmark, er at verjutollur er lagdur á innflutta mjólk. Eitt punktgjald, sum er 20 prosent á innflutta virðinum, er lagt á, og haraftrat er eitt ávíst gjald fyri hvørt kilo av vøruni. Feitari mjólkin er, dýrari er hon at innflyta. Hetta er serstakliga óhøgligt fyri bæði næmingar og lærarar, sigur rektarin. Hølini, sum skúlin í Hoydølum hevur fingið boðið, eru undir Krákugjógv, tætt við niðankoyringina til Oyggjarvegin. Men hesa loysnina er Mikkjal Helmsdal rættiliga ónøgdur við. Teir horvnu víkingarnir snýr seg um brøðurnar Jónatan og Kristoffur Dam, ið fara til Føroya við foreldrunum í heystfrí. Teir leita eftir einum horvnum víkingaskipi, tá ið Jónatan av óvart avdúkar, at ein gomul skrøggsøga kann vera sonn. Tað elvir til kapping millum ágrýtnar fornfrøðingar og ein skattaveiðara. Hann heldur, at endamálið við einari andstøðu er at vera atfinningarsom mótvegis samgonguni í málum, sum samgongan kanska ikki hugsar um. Tá spyrst besta úrslitið burturúr, sigur John Johannessen. Tað sigur Marin Katrina Frýdal, býráðslimur fyri Tjóðveldi í Tórshavnar býráð. Hon sigur, at sum heild eru býráðslimir ørkymlaðir, og nývaldir býráðslimir spyrja Nær fara vit veruliga at tosa um politikk. Prísirnir mugu hækkast, skulu mjólkarbøndurnir skulu fáa endarnar at røkka saman, sigur Poul Clementsen, nevndarformaður í Meginfelag Búnaðarmanna. Bøndurnir vildu helst hava 1 2 krónur meira fyri liturin, men so nógv hækka prísirnir ikki, sigur Poul Clementsen. Seinast, mjólkarprísurin hækkaði, var fyri einum ári síðan. Tá hækkaði hann 20 oyru fyri liturin. Onnur lond duga betur at stýra veiðitrýstinum enn vit. Tí kunnu tey hækka toskakvotuna, samstundis sum ICES mælir til at skerja toskaveiðina undir Føroyum munandi. ICES sigur, at veiðitrýstið á tosk undir Føroyum eigur at minka 69 prosent. Pengar mugu fylgja við. Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn og formaður í Kommunusamskipan Føroya, nú landsstýrismaðurin í heilsumálum, Karsten Hansen, ætlar at hækka aldurin fyri ókeypis barna og ungdóms tannrøktina hjá kommununum upp í18 ár. Aldursmarkið er í løtuni 16 ár. Heilsumálaráðið arbeiðir við einari lógarbroyting, sum skal vera liðug um ársskiftið, Hon áleggur kommunum at tryggja børnum og ungum upp til 18 ár fría tannrøkt eins og tey fáa í grannalondum okkara. Seinastu tíðina hava nógvar røddir verið frammi í fjølmiðlunum um forskúlar í Føroyum fyri og ímóti. Tað eru tey, sum fegin vilja hava fleiri forskúlar, meðan onnur halda tað verða skeivt at koyra børn í skúla longu um 6 ára aldur. Tveir gestir eru í útvarpsstovuni at tosa um evnið. Vit hava eisini tosað við forkvinnuna í Pedagogfelagnum og formannin í Lærarafelagnum um hetta málið. Í londunum kring okkum verða bókasøvn mett sum ein av hornasteinunum í mentannini í viðkomandi landi. Í Føroyum er áhugin frá almennari síðu minni enn aðrastaðni at fjálga um bókasøvnini. Vit spyrja millum annað, hvussu broytingarnar seinastu árini við al netinum, e bókum og øðrum hevur ávirkað bókasøvnini. Og hvørji eru framtíðarútlitini Verður nýggja almenna danska fátækramarkið nýtt sum grundarlag, liva minst 1200 føroyingar undir fátækramarkinum, um alt húskið verður roknað við, tað eru bæði børn og vaksin. Tað sigur Annlis Bjarkhamar, talskvinna fyri átakið Í menniskum góður tokki, sum stuðlar familjum, ið eru í fíggjarligum trupulleikum. Nýggja fátækramarkið í Danmark vísir, at 42.200 danir liva undir fátækramarkinum. Annlis Bjarkhamar sigur, at verður danska markið nýtt sum grundarlag, høvdu nógvar føroyskar familjur ligið undir fátækramarkinum. Tað er boðskapurin hjá Siggerti Paturrson, bónda og formanni í Bóndafelagnum, nú ein útgreining staðfestir, at høvuðsálitið í føroyskum landbúnaði mjólkarframleiðslan ber seg ikki. Meðan mjólkarprísurin stendur í stað, hækkar kostaðurin á fóðuri fyri hvønn framleiddan litur, og kostnaðurin at viðlíkahalda fjósini hækkar eisini. Í dag hoyra vit søguna Skipið hjá Nóa. Sally Alfshuller skrivaði og Svend Nordqvist teknaði. Ingibjørg W. Kamban týddi til føroyskt Nakrir av gestunum, sum hava vitjað Also, hava fingið ta truplu uppgávuna at velja nakrar serligar, truplar ella stuttligar spurningar út til hesa seinastu Also sendingina fyri summarsteðgin. Hoyr sendingina her. Um mánaðarskiftið januar februar kom hol á heimsins størsta bingjuskip, Emmu Mærsk, ið er 400 metrar til longdar og tekur 3.500 bingjur, av teimum eru 1000 køli og frystibingjur. Sjógvurin fossaði inn í skipið. Ongin av manningini fekk mein. Tilburðurin fór fram við Suezveitina. Umborð er altíð ein elektrikari, sum hevur frystibingjurnar um hendi og henda óvanliga túrin var tað Gissur Vestergaard úr Øravíkarlíð á Tvøroyri, ið var mynstraður við sum elektrikari. Tað eru føroyingar, sum føra Emma Mærsk, ið verður umvæld í Palermo á Sisiliu. Enn er óvist, nær skipið verður klárt at sigla aftur. Fjølmiðlar og almenningurin fara framvegis at fáa innlit í mál hjá starvsfólkum í almennum starvi. Ætlanin at skerja rættin til innlit í starvsfólkamál er fyribils slept, tí so nógv øsing stóðst av tí, sigur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum. Hóast uppskotið nú er slept, er landsstýrismaðurin framvegis sannførdur um, starvsfólk í almennum starvi eiga at verða vard móti at verða hongd út í eitt nú fjølmiðlunum. Kortini eru ongar ætlanir í løtuni um at leggja uppskotið fram av nýggjum. Teitur er júst afturkomin av konsertferð í Hollandi, har eisini seinastu upptøkurnar til komandi fløguna Story Music fóru fram. Umframt at greiða frá tilveruni sum tónleikari og sangskrivari, spælir Teitur tveir sangir á klaverinum í studio 5. Vit vilja við hesum nýta høvi at takka øllum okkara trúgvu lurtarum, áhugaverdu gestum og dugnaligu serfrøðingum fyri tíðina, vit hava havt saman. Vónandi hoyrast vit aftur til heystar Hetta er ein dreingjadreymur, sum er gingin út, sigur Jens Marni Hansen, sum í gjárkvøldið hitaði upp undan konsertini hjá Bon Jovi í Parkini í Keypmannahavn. Millum 25.000 og 30.000 fólk lýddu á. Konsertin gekk væl, og ummælarin hjá størsta danska tónleikablaðnum Gaffa, Carsten Skov, rósar framførsluni hjá Jens Marna Hansen. Skattaborgarin fær meiri og betri skúla fyri færri skattakrónur, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, um nýggja sáttmálan við Miðnám. Miðnám er fakfelagið hjá lærarum í miðnámsskúlunum, nú Yrkisfelag Studentaskúla og HF lærara og Lærarafelag Handilsskúlans hava lagt saman. Fortreytir eru nú fyri at skipa miðnámsskúlarnir í størri deplar, tí sami sáttmáli er galdandi fyri lærarar í studentaskúlum og handilsskúlum. Jørgen Niclasen sigur, at næmingar, sum fara í skúla eftir summarfrítíðina, skulu lata inn færri skrivligar uppgávur. Tá fara lærarar at brúka minni tíð til at rætta uppgávur og meira tíð saman við næmingunum, og tað fer at geva ein betri skúla. Men hesum sjónarmiðið tekur Kári Jespersen, formaður í Miðnámi, ikki undir við. Vinnukærunevndin hevur staðfest avgerðina hjá Jarðfeingi um at loyva SEV at seta vindmyllur upp í Húsahaga, og sostatt hevur smápartafelagið Vindrøkt, sum kærdi avgerðina hjá Jarðfeingi til Vinnukærunevndina, mist møguleikan at seta vindmyllur upp har. Men Vindrøkt góðtekur ikki niðurstøðuna hjá Vinnukærunevndini, sigur stjórin Jóhan í Niðristovu. Vindrøkt hevur sent Kærustovninum ein teldupost, har heitt verður á Vinnukærunevndina um at taka málið upp til nýggja viðgerð. Felagið skal tala mál teirra eldru á øllum økjum. Heimarøktin virkar ikki nóg væl, og á fleiri røktarheimum er kreppa. Støðan snýr seg meira um stýring enn um pengar, verður sagt í tíðindaskrivi. Stigtakararnir meta, at tað er neyðugt við einum felag, sum kann verja áhugamálini bæði hjá teimum eldru og teimum avvarðandi, og tí setti ein arbeiðsbólkur sær fyri at gera fyrireikingarnar til at stovna eitt felag, sum skal vera málgagn teim eldru og avvarðandi. Stovnandi aðalfundur verður í Miðlahúsinum týskvøldið. Hoyr samrøðu við Rúnu Sivertsen, sum er millum teirra, ið hava tikið stig til felagið, í útvarpstíðindunum. Í Fámjin vilja tey hava ein tunnil, men politiskt forstáilsi er ikki fyri ynskinum. Tey hava ikki tørv á einum bergholi, var seinast útmeldingin frá mynduleikinum. Heldur ikki skúlin hevur tað gott, tí har er bara ein næmingur, hóast eini 7 8 børn í bygdini eru í skúlaaldri. Men í Fámjin gongur lívið tó sína leið, sjálvt um fólkatalið minkar spakuliga. Har búgva 105 fólk og fyri fáum døgum síðan plantaðu tey tað fyri aðru ferð trá á jarðarstykkinum, ið væntandi einaferð fer at vera ein vøkur viðarlund. Vit práta við borgmeistaran, Eyðdis Ellendersen, og skrivaran og kommunustýrislimin, Arna Nielsen. Eisini fáa vit orðið á einasta næmingin í skúlanum, Petru Arnadóttir Nielsen. Chris Jan Michelsen er frásøgumaður. Millum annað greiðir hann frá fyrsta húsinum á Tvøroyri, ið framvegis stendur har. Hann greiðir frá fiskivinnusøguni, pakkhúsunum, Doktarahúsunum, Gestastovuni, og øðrum støðum. Chris Jan Michelsen er havnafúti og fyrrverandi formaður í Meginfelag Útróðrarmanna. Eisini hevur hann longi verið virkin í fornminnafelagnum á Tvøroyri. Bergur Olsen, fuglafrøðingur, greiða frá støðuni hjá sjófuglinum, Erla Olsen, námslektari á setrinum greiðir frá um lívfrøðiligt margfeldi í mold. Rólvur Djurhuus, landbúnaðarfrøðingur, heldur fyrilestur um lendisnýtslu, landbúnað og seyðabit í Føroyum. Seinasti fyrilestrarhaldari er Gunnar Bjarnason, landbúnaðarfrøðingur, ið heldur ein fyrilestur um vantandi dagføringum av haga og matrikullógavunum. Andr Dalfoss er formaður í Tvøroyar Bóltfelag, Poula Strøm er ferðavinnuleiðari á Tvøroyar, og Hallur í Heiðunum er býráðslimur á Tvøroyri. Greinin var henda Lykilin til ferðavinnuna Fólkið á Tvøroyri eigur í dag nýggjasta og besta fótbóltsvøll í landinum, nýtt og framkomið ítróttarhús og harumframt Føroya stásiligastu ítróttarhøll. Tvøroyrar Býráð hevur gingið á odda og gjørt okkum økið við Stórá til veruleika. Okur eru ómetaliga glað og takksom fyri hettar økið. Havi mangan hugsað og frætt um møguleikarnir fyri eini ferðavinnu her á plássinum. Eg haldi, tíðin er komin, har okur bjóða ítróttarøkið við Stórá fram fyri Føroyum og seinni víða um heim. Nógv góð boð hava verið frammi, og nógv er uttan iva um at koma undan kavi. Eg vil hervið geva mítt boð uppá eina byrjan og sum eina ítøkiliga ætlan eitt íkast til komandi ferðavinnu og at ferðast í egnum landi og menning av ítróttarmentanini á plássinum. Okur fara i samráðingar við FSF, har økið verður lagt fram sum venjingarlega fyri U amp A landslið hjá monnum og kvinnum. lokalu fótbóltsfeløgini í landinum skulu bjóðast suður í venjingarlegu áðrenn kappingarárið byrjar og meðan summarsteðgur er. Hetta í staðinfyri, sum nú er, at nøkur av liðunum fara av landinum og brúka stórar upphæddir. seinni kunnu so feløg uttan úr heimi koma uppá tal Steypafinalur í fótbólti skulu frameftir eisini bjóðast fram her á staðnum. Ein ítróttar eftirskúli kann byggjast skamt frá vøllinum. Frameftir síggi eg eisini fyri mær, at hettar økið, við góðum stuðuli, verður útbygt enn meira, so hús verður bygt aftrat til hýsan av ítróttarfólki. um arbeitt verður miðvíst og málrættað, vilja okur vísa FSF FIFA UEFA, at hetta er staðið, har Føroya fyrsta innandura fótbóltshøll skal byggjast. Hetta hevur fyrr verði tosað um Norðanfjørðs, men tað vísir seg bert at kunna gerast veruleiki, um FIFA UEFA stuðla. Økið annars letur upp fyri óendaligum møgeleikum. Ítróttarhøllin skal bjóðast fram eftir sama leisti til venjingarlegur hjá vetrarítróttinum flogbólt, hondbólt, borðtennis, fimleik og annað ítróttarhøllin hevur hýst flogbóltsfinalum, har TB Flogbóltur hevur staðið á odda, og alt er væl og virðiliga úr hondum greitt. Hetta skal víðkast til eisini at umfata finalur innan annan ítrótt. Økið við Stórá kan blíva Føroya Størsta Ítróttarøki, við egnari leiðslu og menningartoymi. Tvøroyri, og Suðuroyggin sum heild er tá komin á ferðavinnubreddan og vil tá einans síggja framgongd. Andr Dalfoss. Yrkið krevur, at Niels Jákup Thomsen lesur barnabøkur og hann heldur sjálvur, at tað kanska heldur lív í barninum í honum. Eisini heldur hann barna og ungdómsbøkur vera spennandi, men hann lesur eisini vanligar skaldsøgur. Til dømis hevur hann lisið seinastu bókina hjá Jóanesi Nielsen. Hvussu koma vit best úr eini ósemju í parlagnum Eru ósemjur altíð neiligar fyri parið Er eitthvørt, vit als ikki mugu gera, um vit vilja loysa eina ósemju við makan Og hvat sigur lurtarin um dagsins evni Í seinna tímanum er kappingin á skránni fyri síðstu ferð. Thor Shipping umboðar 41 av teimum um 55 ferðamannaskipunum, sum koma til Føroya í summar. 36 skip koma á Havnina, men fimm noyðast til Klaksvíkar, tí tey sleppa ikki at bryggju í Havn. Faroe Agency nýtir aðrar havnir til virksemið hjá skipum, sum felagið umboðar. Eimskip fær tvey nýggj skip í januar, sum ikki stinga so djúpt sum verandi skip, ið leggja at í Havn. Vit laga okkum til umstøðurnar, men ætlaða havnarútbyggingin í Havn er spennandi, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Faroe Ship. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Landskassin hevur fingið góðar 2,5 milliónir krónir útlutaðar í vinningsbýti frá Bústøðum, fyrrverandi Húsalánsgrunninum. Úrslitið hjá Bústøðum í 2012 var 8,4 milliónir krónur, og stýrið fyri grunnin hevur avgjørt at lata 30 prosent í vinningsbýti til landskassan. Í fjør heyst samtykti ein meiriluti á løgtingi eitt uppskot um broyting í løgtingslógini um Húsalánsgrunnin, at grunninum verður heimilað at rinda landskassanum ein part av avlopinum. Endamálið við hesi lógarbroyting var at javnseta Bústaðir við hinar peningastovnarnar, sum fíggja sethúsabygging. Stýrið fyri táverandi Húsalánsgrunnin, sum nú eitur Bústaðir, mælti løgtinginum frá at gera hesa lógarbroyting, tí stýrið heldur, at pengarnir eru betur brúktir í húsamarknaðinum enn í landskassanum. Avleiðingar av meirnýtsluni á Røktar og ellisheiminum í Runavík verða í fyrstu syftu, at skorið verður í virkseminum í køkinum og reingerðini. Tað sigur Kristbjørg Petersen, sum er virkandi leiðari. Hon kann ikki lova, at játtanin hjá teimum fer at halda næsta ár. Meirnýtslan hjá ellis og røktarheimunum kring landið var í alt 4,4 milliónir krónur í fjør. Einki røktarheim helt játtanina, men hjá nógvum var meirnýtslan tó minni enn tvey prosent av játtanini. Greiðar ábendingar vóru um, at sama støða fór at vera í ár. Almannaverkið boðaði av somu orsøk frá ógvusligum sparingum. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Morgunsendingin hittir Sissal M. Rasmussen, sum ger kanningina í sambandi við ph.d verkætlan. Leinkja til kanningina finnur tú her. Sissal M. Rasmussen, cand mag. í hoyri og talufrøði, er farin at kanna, hvussu málsliga føroysk smábørn eru fyri samanborið við smábørn í øðrum londum. Vindmyllan í Nólsoy, sum hevur staðið uppi í skjótt eitt ár, er ikki farin at framleiða hita til húskini í Nólsoy enn. Men nú verður tað skjótt, lovar stigtakarin, Bjarti Thomsen í Nólsoyar Orkufelag. Ymiskar avbjóðingar hava verið við at fáa ta brúktu útgerðina at rigga, men nú eru tey komin so mikið langt, at klárt skjótt er at binda heittvatnsskipanina til tey fyrstu húsini í Nólsoy. Havnarútbyggingin í Havn er so nógv tann størsta uppgávan av sínum slag í Føroyum, og føroyskar fyritøkur kunnu saktans loysa hesa uppgávuna. Tað sigur stjórin í byggifyritøkuni J amp K Petersen, Steinolvur Petersen. Tórshavnar Býráð hevur samtykt víðka havnarlagið eystanfyri 130.000 fermetrar. Útbyggingin fer at kosta 350 milliónir krónur Talan er um ein psykologiskan óhugnafilm, ið snýr seg um eina unga familju, har alt ikki ruggar heilt sum tað skal, samstundis sum familjan roynir at varðveita sítt image úteftir. Vit skifta orð um filmin við Katrin Ottarsdóttir, leikstjóra, mann hennara Hugin Eide, Hildigunn Eyðfinnsdóttir, ið er dóttur Katrin og ein av høvuðsleikarunum, eins og Hjálmar Dam, ið eisini hevur ein høvuðsleiklut í nýggja filminum. Í mentanarálmanakkanum frætta vit um eitt nú nú kórsang í myrkri, eldri bygning í Vestmanna, sum nú skal roynast sum konsertstaður, mentanardagar í Sumba, várframsýningina pall í listaskálanum, Tórshavnar Musikskúla, eins og bókmentatiltak á landsbókasavninum. Eisini frætta vit um eitt nú Summarframsýningina 2013 hjá Norðurlandahúsinum, ljóðinstallatiónina Føroyar 5,5, og John Carter Cash, sum er sonur Johnny Cash, og sum verður á palli í Norðurlandahúsinum 24. august. Tað er ikki pláss til at útbyggja nýggju havnina á Oyrareingjum í Kollafirði. Og harafturat skal nærum allur innflutningurin til Føroya til móttakarar í Havn. Tí hevur Tórshavnar býráð avgjørt at útbyggja havnarlagið í Havn, og ikki umhugsar aðra loysn, sigur Sjúrður Olsen, formaður í vinnunevndini í býráðnum. Í Brunsj prátar Eyðfinn Jensen við ummælara Niels Una Dam, ið gevur fløguni Byrta 6 av 6 møguligum stjørnum. Eisini verða fleiri sangir av fløguni spældir í sendingini. Kinna Poulsen, ið er útbúgvin cand. mag. innan bókmentir og list, starvast gerandisdagar í Føroya Studentaskúla, har hon undirvísir í myndlist og donskum. Í seinnu helvt av sendingini ummælir Niels Uni Dam sjálvnevndu fløguna hjá bólkinum Byrta, ið verður givin út í fríggjadagin 7. juni. KLM Air France hevur framvegis áhuga at flúgva til Føroya. Tað váttar Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága floghavn. Samband er við flogfelagið, men tað er greitt, at KLM Air France fer ikki at flúgva til Føroya í summar. Stendur tað til Føroya Tele verður tíðindaportalurin seldur, og ikki boðin øðrum at reka, sum upprunaliga ætlanin var, sigur Jan Mortensen, privatkundastjóri hjá Føroya Tele. Hann vil ikki avdúka, hvør hevur boðið upp á at keypa Portalin. Hóast landsstýrið fyrireikar seg væl at svara, er ilt at siga, um Føroyar vinna stríðið við ES, ella um vit mugu rokna við handilsbanni, sigur løgmaður. Umstøðurnar hjá stórum skipum at leggja at í Havn eru ov vánaligar. Havnin er ov grunn til nógv ferðamannaskip og bingjuskipini, sum gerast alsamt størri. Hvørjar eru nú ætlanirnar við havnini í Kollafirði Hvat skal alt økið brúkast til Og hvussu ætlar kommuna at leiða tungu ferðsluna til og frá Eystaru bryggju Mikael Viderø, fyrrverandi býararkitektur í Havn og núverandi leiðari fyri byggideildini hjá Landsverki, heldur, at ætlanin hjá Tórshavnar kommunu at útbyggja Eystaru bryggju fyri 350 milliónir krónur, setir fleiri spurningar enn hon gevur svar. Tí Jóhan Dalsgaard hevur fingið loyvi frá uppsitaranum at búgva har, til nýggjur festari hevur tikið við. Og tann avtalan er bindandi, hóast hon bara er munnlig, sigur advokaturin. Jóhan Dalsgaard hevur ongan sáttmála, sum gevur honum rætt til at búgva í Fámará. Búnaðarstovan umsitur landsjørð, og Fámará er ogn landsins. Bjørn Patursson hevur tí heimild til at koyra hann á dyr. Tað sigur Bjørn á Heygum, advokatur. Útvarpið hevur tosað við Jóhan Dalsgaard. Hann vísir til sín sakførara Thorkild Høyer, tá umræður løgfrøðiligu viðurskiftini um Fámará. Sunnudagin 9. juni hava teir báðir prestarnir Johannes Møllehave og Theodor Olsen ein fyrilestur í Norðurlandahúsinum. Yvirskriftin er Kærleiki og sorg. Í Brunsj í dag, greiðir Theodor Olsen prestur frá hesum fyrilestri, eins og hann eisini greiðir frá, hvussu nógv sorg fyllir í prestastarvinum. Í seinna tímanum seta vit kósina ímóti Sørvági, har árligi Country Festivalurin verður hildin um vikuskiftið. Súni Selfoss, fyriskipari, greiðir frá skránni. Treytaða fongsulsrevsíng í hálvt ár og at missa koyrikortið í hálvt annað ár. Tað var dómurin, sum ein 20 ára gamal maður fekk í Føroya rætti um middagsleitið fyri at hava koyrt á børn á gongubreytini á Flatarvegi í Hoyvík í oktober 2011. Maðurin varð ákærdur fyri brot á ferðslulógina og revsilógina. Bilurin rakti seks børn. Tveir dreingir annar fimm ár og hin fýra fingu álvarsligan skaða. Hoyr Høgna Djurhuus úr rættinum. Bakkafrost er eitt áhugavert felag hjá pensjónsgrunnum og øðrum íleggjarum, sum leita eftir fyritøkum, ið eru verd at gera íløgur í, sigur Kolbjørn Giskeødeg rd, greinari hjá Nordea Markets. Hann stendur á odda fyri einum ferðalagi av greinarum og íleggjarum, sum hava verið í Føroyum og kannað virksemið hjá Bakkafrost og møguleikarnar at gera íløgur. Fyri góðum árið síðani fluttu vit heima aftur til Føroya. Vit hava tvey børn, eitt sum byrjaði í skúla og eitt á dagstovni. Tað eldra barnið byrjaði í skúla sum 6 áragamal í Danmark, nú er tað yngra barnið skjótt 6 ár, men skal ganga á dagstovni í eitt ár afturat. Tá vit hava royndir við at børn fara í skúla tá tey eru 6 ár, undrar tað okkum at tey ganga á dagstovni til tey eru 7 ár. Hvat kann námsfrøðingurin siga um hetta Koma børnini ikki at keða seg á dagstovni, tá tey eru so gomul Handilin hjá Niels Winther Olsen í Vestmnanna, sum kommunan eigur, hevur staðið tómur seinastu tíðina. Nú er Pauli Magnussen, dagligur leiðari á ungdómshúsinum Staðið , farin at riggja gamla handilin til konserthús. Fyrsta konsertin verður í morgin, mikudagin, tá Hanus G. Johansen og Jógvan Andrias Joensen spæla og syngja. Bjarki Skúvadal og Pauli Magnussen vóru í morgunsendingini og greiddu frá. Statoil fer at bora tveir leitibrunnar á føroyskum øki næsta ár. Boringin í Brugduni 2 varð steðgað í fjør, men í 2014 verður hildið fram at bora har. Og borað verður eisini í einum nýggjum brunni. Rúni M. Hansen, sum er leiðari fyri virkseminum hjá Statoil í Føroyum, sigur, at boringin í tveimum brunnum ger, at tað ber til at gera royndir við ymiskum møguleikum, millum annað við Rosenbank og Cambo hinumegin markið, á bretskum øki. Statoil eigur helvtina av Brugduloyvinum. Samstarvsfeløg eru ExxonMobil við 49 prosent og Atlantic Pertroleum, sum eigur eitt prosent. Í loyvi 008, har ein nýggjur brunnur skal borast, er parturin hjá Statoil eisini 50 prosent. Dong Energy eigur 30 prosent og OMV 20 prosent. Njótið veðrið í dag, tí næstu dagarnir verða ikki so lýggir sum í dag. Tað er boðskapurin hjá Mogens Rønnebæk, veðurfrøðingi á danska veðurstovninum, DMI. Hann hevur hugt í veðurkortið fyri Føroyar næstu dagarnar Tá lesandi uttanlands eru heima í Føroyum í summarfrítíðini, kunnu tey forvinna upp til 30.000 krónur, áðrenn tey skulu gjalda skatt. Tó er tað neyðugt at seta seg inn í ymisk viðurskifti, áðrenn hetta er veruleiki. Eitt nú skulu lesandi gera p talið virkið. Annars verður løn ikki útgoldin. Diana Gilstón, deildarleiðari á TAKS, var í Góðan morgun Føroyum og greiddi frá. Hetta er óhoyrt Eingin sild er í ES sjógvi í løtuni, og danska stjórnin má steðga ætlanini hjá ES at seta tiltøk í verk móti Føroyum, segði Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, í sendingini Deadline á DR2 í gjárkvøldið. Hann kjakaðíst við Esbern Sværdrup, stjóra fyri donsku uppsjóvarvinnuna. Hann heldur, at danska stjórnin fyrst og fremst eigur at røkja áhugamálini hjá donsku fiskimonnunum. Bara føroyskir arkitektar fáa møguleikan at tekna nýggja miðbýin í Havn. Útlendskir arkitektar sleppa ikki upp í part í arkitektakappingini hjá høvuðsstaðarkommununi. Tað er óneyðugt at hava útlendingar við, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri. Tórshavnar býráð hevur játtað eina millión krónur til arkitektakappingina at tekna miðbýin í Havn. Ætlanin er, at fyrstu tekningarnar frá arkitektunum skulu vera inni longu hálvan august. Vit hava eitt eiti av einum Tjóðpalli, men Bárður Dam í Baianstovu ivast ikki í, at tann rætti Tjóðpallurin, við góðum umstøðum at virka, fer at verða bygdur. Um list sum heild heldur Bárður Dam í Baianstovu, at aloftast er tað eftirtíðin, ið ger av, um talan er um vælaverk ella list. Sjálvur heldur formaðurin í Listafólkasambandinum tað í øllum førum vera list, tá hann verður tikin á bóli og letur seg imponera spontant. Ein fittur partur av samrøðuni er um arkitektur. Tey, sum ætla sær til sertannlækna, noyðast at hava gott til, tí bíðitíðin er fimm ár. Men eingin hevur ábyrgdina av støðuni, staðfestir Oddmar Færø, formaður í Føroya Tannlæknafelag. Tórshavnar kommuna hevur sertannlækna, men aldursmarkið fyri at sleppa til viðgerð hjá honum er 16 ár, og sonurin hjá Súnfrið Giehm er 19 ár. Jóhan Dalsgaard og húski hava fingið at vita frá Bjørn Patursson, stjóra á Búnaðarstovuni, at tey skulu fara av garðinum í Fámará skjótast til ber. Bjørn Patursson sigur seg ikki vilja hava fremmand búgvandi á garðinum, sum hann tekur til, nú festið verður lýst leyst at søkja. Men Jóhan Dalsgaard sigur, at hann ætlar sær ongan veg. Sigrið Sivertsen er í Føroyum best kend sum songkvinna, sanglærari og kórleiðari. Hon hevur millum annað tikið stig til, og verið kórleiðari hjá barnakórunum Stjørnuskot og Dropar, og hjá ungdómskórunum Ung Stjørnuskot og Experiment. Í sendingini greiðir Sigrið eisini frá, hvussu tað var sum 20 ára gomul at eiga Sóleyð, ið er fjølbreka. Gutti Winther og Pætur Marjunarson Dahl, ið eru kendir frá sjónvarpsrøðini Spískamarið, ummæla kabarettina Haugaard Pelagic, ið varð sýnd fimm ferðir fyri fullari høll á Norðoyastevnu. Fróðskaparsetrið kann saktans taka pengar frá fólki fyri at lesa á setrinum, og landsstýrismaðurin hevur ongar ætlanir um at steðga tí. Tað er niðurstøðan í svarinum, sum Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, gevur Høgna Hoydal, tingmanni, um gjøld fyri útbúgvingar. Høgni Hoydal setti spurningin í sambandi við, at Fróðskaparsetrið gjørdi av at taka gjald frá lesandi á Føroyamálsdeildini. Fróðskaparsetrið fer í summar at broyta innskrivingarnar, soleiðis at tað ikki longur ber til at vera parttíðarlesandi.Nú skal tað eita fulltíðarlestur og stakgreinalestur. Høgni Hoydal spurdi landsstýrismannin, um hann hevur góðkent hetta, og um hetta er í samsvari við grundreglurnar undir útbúgvingarskipanini í Føroyum um frælsi hjá øllum at útbúgva seg uttan mun til fíggjarliga og sosiala støðu. Bjørn Kalsø svarar, at hann hevur ikki góðkent ætlanirnar hjá Fróðskaparsetrinum at taka gjald fyri stakgreinalestur. Hetta er ein avgerð, sum Setrið hevur tikið fyri at harmonisera skipanirnar á øllum deildunum. Tað sigur Ólvur Biskopstø, skipari á Gadusi, sum hevur gjørt roktúr í Barentshavinum. Teir hava 740 tons, sum teir fiskaðu í 23 dagar. Gadus hevur nakað eftir av kvotuni í russiska partinum av Barentshavinum, men skiparin væntar, at teir fara at fiska makrel, áðrenn farið verður eftir tí seinasta partinum av kvotuni eystanfyri. Færri fólk verða til arbeiðis, og starvsfólkini fáa meiri at gera. Tað sigur Hensia Einarsson, leiðari á Tjarnagarði, nú Almannaverkið hevur býtt eykajáttanina millum ellis og røktarheimini kring landið. Hinvegin fer eykajáttanin fer at bøta munandi um røktina á Ellis og røktarheiminum í Runavík. Kristbjørg Toftegaard, leiðari, sigur, at tey sita nú og viðgera ítøkiliga, hvørji tiltøk verða sett í verk, men tey ógvusligu átøkini, sum vórðu gjørd í røktini, millum annað at búfólkini skuldu liggja meira í songini, fáa færri venjingar, og at longri varð ímillum, at tey sluppu í bað, eru fyribils avblást. Allur bati bøtir Jastrid Nielsen er leiðari á Hamragarði í Vági. Hon sigur, at allur bati bøtur, og at henda játtanin hjálpir væl her og nú. Tænastustøðið hjá teimum verður tað sama, og ongar broytingar verða. Jastrid Nielsen kann kortini ikki veita vissu fyri, at Hamragarður fer at halda játtanina í ár. Tað verður um reppið, men eg kann ikki siga nú, um tað verður hall hjá okkum í ár, sigur Jastrid Nielsen. Hoyr samrøðu við Hensiu Einarsson í útvarpstíðindunum . Hallið á fíggjarlógini skal verða burtur í seinasta lagi í 2016. Tað slær Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, fast, í samrøðu við Dimmalætting nú um vikuskiftið. Eingin kann liva við halli í óendaligar tíðir, og tí er neyðugt at fáa hallið burtur, sigur hann við blaðið. Í Danmark hava búskaparligu vísmenninir í viðmerkingum til stjórnina víst á, at tað er ikki skilagott at tátta alt ov nógv í og spara seg burtur úr kreppuni. Tátta ikki ov nógv Jørgen Niclasen vísir aftur, at landsstýrið táttar ov nógv í og sparir ov nógv. Landsstýrið miðar ímóti at minka um útreiðslurnar og økja um inntøkurnar, so javnvág aftur fæst á fíggjarlógina, sigur hann. Jørgen Niclasen hevur áður eisini í útvarpinum víst á tað sama, at hallið skal verða burtur í 2016. Meðan Heini Davidsen var í Grønlandi, vantaði fyrsta rækjutrolaranum quot Vesturvarða quot ein mann eitt summarið, og hann var biðin við ein serlig uppliving fyri landkrabban. Í 1975 varð flutt aftur til Danmarkar, tá tey búsettust í Albertslund. Føroyskt felag í Ballerup var sera virkið tá, og Heini gjørdist ein partur av tí og tess dansiringi. Í 1985 stóð hann fyri átakinum Føroyar í fokus í Keypmannahavn, og árið eftir tók hann við sum starvsfólkaleiðari í Føroya Banka. Í dag hoyra vit 10. part av bókini Nella Nefs og náttarskúlin. Unni Lindell hevur skrivað og Jákup Sørensen týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærafelags gav út í 2012. Elin á Rógvi lesur og Alexander Gaard er tøkningur. Foreldur er ósamd á máli, hvørt barnið skal sleppa at spæla harðskapstelduspøl ella ikki. Ber til at siga við onnur foreldur, at tá teirra barn er á vitjan, so mugu tey ikki spæla hesi spøl. Hví hava aldursmørk á spølunum Tannáringur skrivar um mammuna, sum hevur lisið hennara dagbók. Hetta hevur elvt til stríð og ósemju, tí tannáringurin hevur mist alt álitið á mammuni. Pápi skrivar um sonin, sum hevur drukkið nógv og tá hann drekkur verður harðligur og alt endar í roki. Men seinastu tíðina er sonurin kúrrur, tá hann kemur heim úr býnum. Pápin hevur nú varnast, at tað er tí at sonurin er farin at roykja hash. Vinkonan er sera hørn um vinkonuna, sum elskar at syngja og leggur ljóðbrot út á Youtube og annað. Trupulleikin er bara tann, at gentan dugir als ikki at syngja. Hvussu ella skal vinkonan siga tað við hana Heine Lútzen er kendur sum ein av føroya fremstu kristiligu tónleikarum, og so stendur hann vegna familjuna á odda fyri verkætlanini við søguligu bygningunum á Skálatrøð hjá familjufyritøkuni Valdemar Lútzen. Rúni Friis Kjær ummælir filmin Hangover 3, ið varð frumsýndur í Havnar Bio í gjár. Hóast kappingin á tryggingarøkinum kann tykjast ójøvn, so ætlar Trygd at kappast ímóti Tryggingarfelagnum, sum felagið hevur gjørt. Eginognin hjá Trygd er góðar 100 millónir krónur, meðan eginognin hjá TF Holding er 20 ferðir størri, ella góðar tvær milliardir krónur. Hanna á Reynatúgvu sigur, at nógv fólk koma til oynna og leiga sær summarhús. Skipað verður fyri túrum til gongu og við báti. Og so er tað sera barnavinarligt í oynni. Eisini Skúvoyggin er vælumtókt. SEV skal byggja út á Sundi fyri einar 500 miljónir krónur Nýtt orkuverk skal byggjast, og tangaskipanin skal nútímansgerast. Motorarnir á verkinum á Sundi hava tænt fyri seg, og hóast dentur verður lagdur á orku úr grønum orkukeldum, so verður tørvur á verkinum á Sundi í mong ár aftrat, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV. Hi Lo amp In Between er á sama týska plátufelag sum Guðrið Hansdóttir. Fyrst varð Guðrið Hansdóttir boðin til Finlands at spæla við teimum, og nú bjóðar hon Juha Maki Patola til Føroya at spæla konsertir saman við sær. Hetta er fyrsta sendingin, har vit fara at senda fyrilestrar, sum vóru hildnir á ráðstevnuni Lívfrøðiligt Margfeldi, støðulýsing og gransking. Anna Maria Fosaa, ph.d. í plantuvistfrøði og leiðari á Náttúrugripasavninum, greiðir frá lívfrøðiliga margfeldinum í Føroyum. Jens Kjeld Jensen, náttúrumaður, hevur ein fyrilestur um støðuna hjá hagafuglinum í Føroyum, við støði i Nólsoynni. Janus Hansen, djórfrøðingur og deildarleiðari á Náttúrugripasavninum, gevur eina margfeldislýsing av skordýrum í Føroyum. Hoyr sendingina her. Landsverk fylgir eini ásettari mannagongd, tá skeltast skal í sambandi við arbeiði í tunlum. Mett verður eisini í hvørjum einstøkum føri, um tað er neyðugt at steingja. Í sambandi við arbeiðið í Kollafjarðartunlinum í gjárkvøldið mettu vit ikki, at tað var neyðugt at steingja, sigur Heini Eysturoy, leiðari á deildini fyri vegakervið hjá Landsverki. 18 fólk til arbeiðis 18 fólk vóru til arbeiðis í tunlinum, tá vanlukkan hendi Tíggju næmingar og fýra lærarar frá SIT útbúgvingini á Tekniska skúla í Havn, og fýra fólk frá Landsverki. Hesi eru øll boðsend at koma á fund seinnapartin, har tey fáa høvi at tosa um vanlukkuna. Hoyr samrøðu við Heina Eysturoy í útvarpstíðindunum. Endamálið er at bøta karmarnar hjá vinnulívinum. Seinasta útbyggingin í Havn varð liðug í 1997, tá uttasti parturin av Molanum varð gjørdur. Tveir bilar stoyttu saman, og maðurin, sum var einsamallur í øðrum biliinum, doyði. Landsverk og SIT næmingar frá Tekniska skúla arbeiddu í tunlinum í gjárkvøldið við útvarpsútgerðina í tunlinum. Tunnilsarbeiðið var frámerkt og skeltað, men enn er ógreitt, hví bilarnir stoyttu saman. Í dag eru vit í Klaksvík, og vit vitja Fjallafípuna, sum er ein útibarnagarður, sum er út í Grøv. Her ganga børn sum eru 5 7 ára gomul. Tey hava arbeitt við spennandi evni um Argentina. Hetta í samband við árligu verkætlanina, sum dagstovnarnir í Norðuroyggjum hava arbeitt við seinastu tíðina. Evnið í ár er ymiskar mentanir. Danmark kan ikki sita við samráðingarborðið, um ES og Føroyar skulu royna at finna eina loysn á málinum um sildakvotuna, sigur Mette Gjerskov, fiskimálaráðharri. Men hon sigur, at Danmark roynir av øllum alvi at fáa partarnar at semjast um eina loysn. Høvuðsboðskapurin hjá stjórnini er, at trætan má loysast við samráðingum, skal sleppast undast, at ES setur handilstiltøk í verk móti Føroyum. Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin, var hvassorðaður, tá hann hevði orðið undir endaorðaskiftinum í Fólkatinginum í gjárkvøldið. Vit skulu ansa okkum á Facebook, og tað er eisini ætlanin við dóminum. Tað sigur Símun J. Hansen, løgfrøðingur, um dómin, sum varð sagdur í Føroya rætti fyrrapartin móti eini 22 ára gamlari kvinnu, sum skrivaði á Facebook, at Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, er barnalokkari. Tá viðmerkingar verða skrivaðar á Facebook, eigur vit at hugsa okkum væl um. Vit eiga at spyrja skal eg skriva hetta, og fær tað avleiðingar fyri meg sigur Símun J. Hansen. Hann vísir á, at Facebook er ein almennur miðil, og at fleiri lesa Facebook enn tað, sum verður skrivað í bløðunum. Tí er tað minst líka álvarsamt at skriva á Facebook, sigur løgfrøðingurin. Hoyr samrøðu við Símun J. Hansen, sum var gestur í útvarpsstovuni hjá Óluvu Zachariassen. Kvinnan skrivaði í almenna Facebook bólkinum Steðgið pedofili í Føroyum, at Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, hevði gjørt seg kynsliga inn á eina smágentu. Føroya rættur dømdi 22 ára gomlu kvinnuna 30 daga treytaða fongsulsrevsing fyri ærumeiðing, og hon skal eisini rinda Bjørn Kalsø 21 73 krónur, so hann kann almannakunngera dómin. Kvinnan, sum játtaðai seg seka, tók við dóminum. Ákærda kvinnan segði í rættinum, at hon, tá hon var seks ella sjey ár, fekk at vita frá einari aðrari gentu, at Bjørn Kalsø hevði verið onæriligur móti henni. Hon kannaði ikki hetta meira, áðrenn hon fór á Facebook, segði hon. Hon angraði tað, hon gjørdi, og hevði biðið Bjørn Kalsø um umbering, segði hon. Sjálv segði kvinnan seg hava verið fyri kynsligum ágangi. Tað málið fór ikki í rættin, tí tann, sum sambært henni framdi ágangin, er deyður. Fyri aðru ferð eru Føroyar við í arbeiðinum at kanna, hvussu makrelur og rossamakrelur gýtir um okkara leiðir. Hetta er partur av einum stórum altjóða granskingarsamstarvi, har endamálið er at kanna gýtingina hjá hesum báðum fiskasløgunum, frá suðurstrondini við Portugal og norður til Føroyar. Kanningarnar verða gjørdar triðja hvørt ár, og úrslitið verður brúkt at gera stovnsmetingar við, sigur Høgni Debes, havlívfrøðingur, sum stendur fyri arbeiðinum fyri Havstovuna, og sum í løtuni er við havrannsóknarskipinum Magnusi Heinasyni. Magnus Heinason fór út tann 23. mai, og verður aftur fyrst í næstu viku. Tey, sum kannagýtingina, eru ES, Noreg, Ísland og Føroyar. Bygnaðurin í almannaverkinum skal gerast einfaldari. Tað samtykti løgtingið, samstundis sum fleiri pengar vórðu játtaðir til eldrabústaðirnar kring landið. Tað arbeiðið er longu byrjað, og fyrsta stigið er at skipa felags upptøkunevndir, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum. Hóast órógv er á almannaøkinum í løtuni, so verður hildið fram við arbeiðinum at leggja eldraøkið til kommunurnar at umsita frá 1. januar, sigur Annika Olsen. Birgitte Jepsen og Micki Sunesen, hava verið í Føroyum og kannað møguleikarnar fyri at granska í føroyska skúlaverkinum, og granska um, tað ið verður rópt medieret læring, riggar í Føroyum. Hoyr samrøðuna her. Hetta er háárstíðin fyri føroyska ferðavinnu. Fyrsti útlendska ferðamannaskipið var á Havnini í gjár, og vit byrja so smátt at síggja fremmand ferðafólk í gøtunum. Vit fara at tosa við nøkur teirra, sum arbeiða í føroysku ferðavinnuni. Støðan hjá útróðrarflotanum er vánalig. Fyri nøkrum árum síðan høvdu vit nógvar útróðrarmenn og útróðrarbátar, men nú eru bert heilt fáir eftir. Spurningurin er, um føroyskur útróður er við at hvørva, ella um útróðurin stendur at bjarga. Borgarstjórin í Eysturkommunu, Jóhan Christiansen, sigur við Dimmalætting, at tað er komin inflasjón í innlitsumbønirnar. Ofta koma tríggjar til fýra umbønir um vikuna. Kommunan hevur tí avgjørt at taka 20 krónur fyri fyrstu síðuna, og so eina krónu fyri hvørt arkið, sum kommunan noyðist at kopiera, fyri at geva innlit. Hetta er eitt neyðugt stig at taka, heldur Jóhan Christiansen. Tað sigur Ren Christensen í Danska fólkaflokkinum, sum eisini er formaður í matvørunevndini í Fólkatinginum. Henda nevndin viðger eisini fiskivinnupolitikk. Ren Christensen heldur tað vera umráðandi fyri ríkisfelagsskapin at sleppa undan, at ES, og harvið eisini Danmark, revsar Føroyar fyri at fiska ov nógva sild. Men skal tað eydnast, noyðast føroyingar at slaka í krøvunum um sildina. Í næstum verður lýst eftir presti í Vestmanna. Tað er greitt, nú nevndin, sum bispur setti at avgreiða trætumálið um innstillingina av prestinum, er komin við síni niðurstøðu. Nevndin sigur, at øll kirkjuráðini í økinum eisini tey í Vágum hava rætt at innstilla prestin. Starvið sum prestur í Vestmanna varð lýst leyst 1. mars í ár, men áðrenn umsóknarfreistin var úti, tók bispur lýsingina aftur, tí ósemja varð um, hvør hevði rætt at innstilla nýggja prestin. Kirkjuráðið í Vestmanna helt upp á, at bara kirkjuráðini í Norðstreymi høvdu rætt at innstilla prestin. Í nevndini, sum bispur setti at gera úrskurð, vóru Petur Even Djurhuus, advokatur, Kristianna Sjóvará, fulltrúi í Mentamálaráðnum, og Ása Justinussen, forkvinna í kirkjuráðnum í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi. Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, skilir ikki aftinningarnar hjá formanninum í Fiskimannafelagnum um endurgjald til sjófólk, tá talan er um skipbrot. Í útvarpstíðindunum í gjár var formaðurin í Fiskimannafelagnum, Jan Højgaard, rættiliga bersøgin, tá hann gav sína meting av uppskotinum til kunngerð, har stórur munur er gjørdur á, hvat ein skipari og ein dekkarai fær í endurgjaldi Hóast reglurnar, sambært Jan Højgaard, gera mun á fólki, so er talan um somu reglur, sum hava verið galdandi í fleiri ár, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum. Hann sigur, at ætlanin er at broyta kunngerðina, áðrenn hon verður sett í gildi, og at øll sjófólk skulu fáa sama endurgjald í sambandi við skipbrot. Helle Thorning Schmidt harmast um støðuna, men tekur ikki undir við, at Føroyar hava rætt til at áseta egnar makrel og sildakvotur. Trætan má loysast við samráðingarborðið, segði forsætisráðharrin í fólkatinginum í gjár. Í dag hoyra vit um stórfingnu verkætlanina hjá Tórshavnar Musikkskúla, sum snúði seg um føroyskan siðbundnan tónleik. Agnar Lamhauge, tónleikalærari, sigur frá. Eisini greiðir 9 ára gamla Sigrid, sum spælir kontrabass frá. Vít hoyra brot úr konsertunum 19 brúkarar hjá Stuðulsfólkaskipanini hava tikist við ymisk ítrív, hugnað sær, og verið útferðir. Fólk við sálarórógvi hava sjúkur sum tunglyndi, skisofreni, og aðrar. Vit vitja á Føroya Fólkaháskúla, har vit tosa við tveir brúkarar, John Reynbú og Jákup Mýling Hansen. Eisini práta vit við Snorra Brend frá Stuðulsfólkaskipanini. 180 ár eru liðin, síðan fyrstu niðursetufólkini komu til Skopunar at búgva. Mangan brattan hava tey gingið og tí halda tey framvegis væl saman. Fríðhild Winther greiðir frá fólkum, húsum, havnini, virksemi, minnisvarðanum, og ymsum, ið skopuningum fyrr hevur verið fyri. Eisini segði hon onkra stuttliga søgu. Eg røki sanniliga mítt politiska starv, hóast eg ikki eri á skrivstovuni í Fólkatinginum í dag, sigur fólkatingsmaðurin hjá Javnaðarflokkinum. Hann vísir eisini aftur, at hann fyrireikar seg til kabarettina Haugaard Pelagic í Klaksvík um vikuskiftið, heldur enn at vera til arbeiðis á Christianborg. Bert annar av føroysku fólkatingsmonnunum er á Fólkatingi, nú endaorðaskiftið upp undir summarfrítðina á Christiansborg er á skránni. Edmund Joensen sigur, at hann fer serliga at viðgera tiltøkini, sum ES hevur hótt við at seta í verk, og føroysku og grønlendsku umboðanina í Arktiska ráðnum. Áðrenn tað fór til hús, samtykti løgtingið at játta góðar fýra milliónir krónur í eykajáttan til eldrarøktina. Almannaverkið hevur samskift við leiðslurnar á heimunum, og fyrst í næstu viku verður Annika Olsen, landsstýriskvinna, kunnað um ætlanina. Hallur Joensen gav út sína fyrstu fløgu Pickin Time In Nashville í 2008, og gjørdist hon mest selda fløga í Føroyum ta árið. Síðan hevur hann givið út tvær aðrar tónleikaútgávur, og mánadagin verður fjórða útgávan With Stars And Legends givin út. Í sendingini greiðir Hallur millum annað frá síni tónleikaligu bakgrund, uppvøkstrinum í Klaksvík, teimum 16 árunum hann búði í Danmark, og hvussu alt broyttist tá hann saman við familjuni flutti heim aftur til Føroyar í 2007. Elin fer á Tjaldurs Apotek at gera eitt heilsutjekk. Katy við Skipá og Jóna Thomsen greiða frá, hvussu eitt heilsutjekk fer fram, og um hetta er nakað, føroyingar vilja brúka pening uppá. Endaorðaskiftið er á Christiansborg, í sambandi við at Fólkatingið fyrsta dagin fer í summarfrí, og høvi er at seta forsætisráðharranum spurningar. Svínarí So avgjørdur er Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag, í sambandi við ætlanina hjá Vinnumálaráðnumat seta í gildi eina kunngerð, sum ger mun á endurgjaldinum til skipara og dekkara í sambandi við skipbrot. Og Jan Højgaard, formaður í fiskimannafelagnum, mælir Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, til at taka um endan, tí hann hevur ikki álit á hvørki vVnnumálaráðnum ella Johan Dahl, landsstýrismanni. Kunngerðin, sum skal koma í gildi 20.august í ár, verður ikki galdandi fyri fiskiskip. Eftir donskum leisti Anna Borg Dahl, ráðgevi í Vinnumálaráðnum, sigur við Kringvarpið, at uppskotið til kunngerð er gjørt eftir sama leisti sum danska kunngerðin. Á donsku skipunum verður munur gjørdur á eftir tignini. Hon sigur, at nú hoyringarfreistin er farin, fer Vinnumálaráðið at viðgera viðmerkingarnar, sum eru komnar til uppskotið. Málið er sostatt ikki liðugt viðgjørt enn, og tí kann tað vera, at reglurnar verða broyttar, áðrenn kunngerðin verður lýst í kunngerðarblaðnum. Vinnumálaráðið umhugsar at áseta endurgjaldsupphæddina til tað sama fyri øll, sigur Anna Borg Dahl, ráðgevi í Vinnumálaráðnum. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Spurningurin ljóðar Viðvíkjandi heimasetningi í barnaskúlanum 1 6 flokk Av og á verður kjakast um, og serfrøðin er ymisk á máli um, um tað er gott ella minni gott, at børn fáa heimasetning fyri frá skúlanum. Hvat heldir lærarin um tað at børn skulu gera skúlating heima Er tað gagnligt ella skaðiligt fyri barnið Anna Dalsgaard, lærari, svarar Í uppvøkstrinum er lættari at eita Maria, Anna, Annika, Marjun og Rannvá, ið eru mest brúktu gentunøvnini í Føroyum hesi seinastu árini, enn at vera einnevnd og eita til dømis Jákupa ella Solby. Tórður Mikkelsen tosar við tær báðar, Jákupu Mikkelsen og Solby Christiansdóttir. Granskingarnevndin hevur játtað tilsamans 6,4 milliónir krónur til 10 nýggjar granskingarætlanir. Maria Skaalum Petersen hevur fingið størstu upphæddina, eina góða millión, at granska í parkinson sjúkuni í Føroyum. Í sambandi við phd lesturin fyri nøkrum árum síðani staðfesti Maria Skaalum Petersen, at títtleikin av parkinson sjúkuni í Føroyum er tvær ferðir størri enn í Danmark og Noregi, og at samband er millum tað at eta grind og parkinson. Nú verður íleguparturin granskaður, og Maria Skaalum Petersen væntar at hava eitt úrslit um eitt ár ella so. Hoyr samrøðuna, sum Óluva Zachariassen gjørdi við Mariu Skaalum Petersen í útvarpsstovuni. Í dag er 112 dagur. Mariann Reinert greiðir frá. Eisini hoyra vit søguna Vinni Vespa, sum Oddvør Johansen hevur skrivað. Elin á Rógvi lesur Jan Kløvstad, sum eisini hevur verið stjóri í Norðurlandahúsinum í Føroyum og í Mentanarhúsinum Katuaaq í Nuuk, sigur okkum um eitt nú hugskotið við Bokbyen, og um føroyskar bókmentir í Noregi. Í mentanarálmanakkanum frætta vit um eitt nú listaframsýning Bárð Oskarsson, sum í hesum døgum er í Gallarí Stephanssons Húsi Amariel Norðoy, sum hevur fernisering í Gallarí Focus fríggjadagin 31. mai og Dávur Winther sigur okkum um listaframsýningina á Norðoyastevnu. Eisini fregnast vit um konsertirnar hjá Guðrið Hansdóttir og finska Hi Lo and In Between í Spaniastovu í Klaksvík fríggjakvøldið og vit fara á gátt hjá Klaksvíkar Sjónleikarfelag, ið venur til kabarettini Haugaard Pelagic. Saman við Jóhan Mortensen, Jørgen Niclasen, Mortan í Hamrabyrgi, og Xavier Gras eru vit á Sørvágssandi til eina heldur øðrvísi matuppliving. Hon var bert 22 ára gomul, tá ið hon lat egna hárfríðkunnarstovu upp, og stutta tíð seinni hevði hon so heilar tvær hárfríðkunnarstovur at reka. Mariann greiðir millum annað frá, hvat tað krevur at hava egna fyritøku, hvussu tíðarkrevjandi tað er, og hvat verður skúgvað til viks. Niels Midjord gevur í dag út nýggja fløgu við heitinum Leonard Cohen tulkingar. Í hesum sambandi vitjar Niels Midjord í Brunsj, har hann greiðir frá nýggju útgávuni og spælir ein sang live seinast í sendingini. Í royndini at bøta um sína tænastu hevur Kunningarstovan gjørt samstarv við næmingar, sum hetta summarið fara at ganga í býnum í gulum vesti og leiðbeina ferðafólkini. Tað kann vera tekin um, at gjøldini hava verið ov høg samanborið við skyldurnar, sum tryggingarnar hava, sigur Terje Sigurðsson, deildarstjóri í Kappingareftirlitinum. Kappingareftirlitið hevur ætlanir um at kanna tryggingarmarknaðin í ár, men um tað er orsøkin til príslækkingina, dugir hann ikki at siga. Lækkingin er stór, heldur Terje Sigurðsson. Hann hevur kannað prísmunin og hevur staðfest, at tað er 25 prosent dýrari at byggja í Føroyum. Sum dømi nevnir Jan á Argjaboða eitt sjúkrahús, sum júst er bygt í Oslo. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, stúrir ikki fyri, at føroyskir fiskaseljarar ikki sleppa av við uppisjóvarveiðuna í ár, um ES setir stongsil í verk móti føroyskum fiskavørum. Pól Huus Sólstein, sølustjóri hjá Atlantic Pelagic, sigur, at tað verður ein stórur smeitur fyri vinnuna, um føroyskir fiskaútflytarar ikki sleppa at brúka havnirnar í ES til umskiping. Í dag eru vit so heppin, at vit eru boðin við umborð á eitt skip, sum liggur á Skála. Vit eru umboðr á kinverskum skipi saman við 5.flokki í Stranda skúla. Tey seta viðkomandi spurningar, og vit smakka leskiligan kinesiskan mat. Sunneva Háberg Eysturstein er 28 ár, uppvaksin í Leirvík, men býr í dag í havn, har hon starvast burturav sum cafe og barrleiðari á Sirkus. Áður hevur hon mynda ungdómsportalarnar Mess.fo og Røddin.fo, staði fyri ferðandi diskotekinum UndirBeat, verið vertur á tónleiksendingini Elektronika í KVF, staði fyri pallinum í Grundini á G festivalinum, stilla upp fyri politiska flokkin Framsókn, og síðan stovnan verið nevndarlimur í felagskapinum LGBT. Í Brunsj greiðir Sunneva eisini frá tíðini sum barn, og tá hon sum bert 12 ára gomul gjørdist móðurleys, og frá einum túri til Íslands, sum broytti alt og gjørdi, at hon bleiv verandi í Føroyum heldur enn at flyta uttanlands at nema sær útbúgving. Hetta er ein stór verkætlan, sum Landsverk hevur ábyrgdina av. Arbeiðið skal verða liðugt í 2019 og fer at kosta góðar 489 milliónir krónur tá er arbeiðið á slakar 100 milliónir krónur, sum higartil er gjørt, íroknað kostnaðin. Men enn er ov tíðliga at framrokna prisvøksturin fram til 2019 neyvt. Meira yvirordnað tosar Jan á Argjaboða um ov høga kostnaðin á bygging í Føroyum, og hann greiðir eisini frá arbeiðsroyndum í londum sum Nepal, Grønlandi, og Danmark. Føroyar fara at streingja á at fáa ein fríhandilssáttmála við Russland, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, undan vitjanini hjá russiska sendiharranum í Danmark. Mikhail Vanin kemur til Føroya í morgin, og hann fer millum annað at hitta uttanríkistænastuna og løgmann. Løgmaður viðgongur, at tað kann taka tíð at fáa ein fríhandilssáttmála við Russland, tí nógv lond eru um boðið. Tað sigur Kim Hansen, tryggingarráðgevi, nú Tryggingarfelagið hevur avgjørt at lækka tryggingargjøldini hjá privatfólki ein fimting, ella 20 prosent 1. juli. Framtíðin er ógreið, sigur Poul Huus Sólstein, sølustjóri hjá Atlantic Pelagic, sum er sølufelagið hjá Norðborg og Christiani í Grótinum. Eingi boð eru komin frá politiska myndugleikunum. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, segði við útvarpið tann 17. mai, tann dagin, tá skrivliga notatið kom frá ES, at tað er ein heimur uttan fyri ES, og at verða handilstiltøk í verk, ræður um at fylla meira fisk á aðrar marknaðir. Men so einfaldur eru veruleikin ikki, tí áleið 80 prosent av øllum útflutninginum hjá Atlantic Pelagic í fjør fór á ES marknaðin. Tá illgruni er um krabbamein, er tað av alstórum týdningi at koma til viðgerðar hjá serlækna sum skjótast. Sum oftast tekur tað ikki so langa tíð, men tørvur er framvegis á eini niðurskrivaðari mannagongd, hvussu farast skal fram, tá illgruni er umkrabbamein. Tað sigur Jákup N. Olsen, formaður í Krabbameinsfelagnum. Hann er eisini formaður í Nordic Cancer Union, sum í hesum døgum hevur ársfund í Havn. Bráfeingis krabbameinsviðgerð er eitt av evnunum, sum er til viðgerðar á ársfundinum. Sjúrður, beiggi hansara Árni Absalonsen og tveir bróðirsynir, høvdu verið í Viðvík á Viðoynni við seyði, og tað var á veg heimaftur, at óhappið hendi. Á staðnum í millum Gjáir fór hann at hyggja, um hann sá nøkur havhestaegg. Hann fór út á tromina á einum kletti, legði seg á annað knæið fyri at toyggja seg útav at hyggja. Meðan hann liggur soleiðis, kemur hundurin og troðkar hann útav. Sjúrður datt í fríum falli einar átta metrar av einum hamri. Síðani rullaði hann umleið 10 metrar, so aftur eitt frítt fall upp á tríggjar metrar og rullaði so uppaftur 20 metrar, har hann endaði í einum gili, sum bjargaði honum frá fara útav bakkanum. Bert fáar metrar afturat, so hevði hann farið oman av bakkanum og niður í helluna. Eg misti burtur, so skjótt eg fór útav og minnist so at siga einki. Eg hómi, at eg hoyrdi neyðarrópið frá beiggja mínum, og at eg fekk ein stoyt, men tað er eisini tað einasta, eg minnist, sigur Sjúrður. Tað var ein ræðulig løta, tá eg sá beiggja mín fara útav og fara rullandi oman móti bakkanum, sigur beiggi hansara, Árni M. Absalonsen. Tíbetur steðgaði hann og endaði í gilinum, men tað sá út fyri mær, sum hann var deyður, og eg væntaði tað ringasta. Tað var ein øgiligur lætti, tá eg sá, at hann kvaklaðist við og var á lívi, greiðir Árni frá. Sjúrður slapp væl frá óhappinum, annað beinið brotnaði, tummilin fór úr lið, og hann skurslað andlitið eitt sindur. Eg eri Harranum ógvuliga takksamur, at eg kom frá tí við lívinum og heilsuni. Eg veit ikki, hvussu ofta eg í nátt vaknaði og takkaði Harranum fyri, at eg framvegis eri á lívi. Í farnu viku steðgaði Marine Harvest kappingarneytanum Cermaq, tí hann ætlaði at keypa peruvanska reiðaríið og mjølvirkið Copeinca. Og í hesi viku kemur Marine Harvest við einum tilboði um at keypa Cermaq. Íleggjarar í keypsskálanum í Oslo spyrja nú, nær Bakkafrost fer at gera íløgur uttan fyri Føroyar. Higartil hevur fyritøkan nýtt alla sína orku at byggja út í Føroyum, men nú er avmarkað, hvusu nógv Bakkafrost kann vaksa í Føroyum afturat. Í yvirýsingini stendur eisini, at pensjónistar, sum hava minst at liva fyri, eiga at fáa í minsta lagi 1.000 krónur meiri um mánaðin. Tað er ein landaskomm, at almennu pensjónirnar nú eru so lágar, at tað ikki ber til at liva av teimum. Í dag er 9 ára gamli Eiler Mohr úr Lamba á vitjan. Hann greiðir frá túrinum í Bangladesh, tá ið hann vitjaði á einum barnaheimi í ein mánaða. Heini Davidsen kom nógv til Skúvoyar og legði seg eftir bygdalívinum, ikki minst fuglaveiðuni. Hann lærdi mangt og hvat um mannagongdir í berginum, og hvussu hetta neyðuga, men vandafulla arbeiði, varð útint. Eina ferð, hann talaði á verfaðirin í Kleivini í Dímun, vendi hin sær á, og gav greið boð um, at í Kleivini gjørdi tú bara eitt í senn. Antin gekst tú ella tosaði tú. Í 1971 varð farið til Grønlands, har Heini fyrsta árið var lærari í lítlari bygd og síðani fýra ár í Frederiksh b. Í dag hoyra vit 9. part av bókini Nella Nefs og náttarskúlin. Unni Lindell hevur skrivað og Jákup Sørensen týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærafelags gav út í 2012. Elin á Rógvi lesur og Alexander Gaard er tøkningur. Kvinna skrivar, at komandi maður hennara hevur trongd at ganga í damu undirklæðum. Hon er rættiliga skelkað, men hvat skal gon gera Royna at skilja hann ella fara Maður hevur fingið staðfest álvarsama sjúku og vil tí ikki hava børn, men hvat sigur makin til tað Kvinna hevur mist allan hugin at fara í veitslu við manninum, tí hann altíð verður so fullur Hvussu setur mann mørk fyri einari strævnari vermóður Tvey systkin skriva um mammuna, sum ger mun á teimum og miðlingasystrini hevur hon rætt til tað og hvussu siga tey tað við mammuna Annika Malunardóttir skrivar sjálv tekst og lag til sangirnar hon syngur. Annika vitjaði Góðan morgun Føroyar í morgun. Hoyr hana her. Í dag hoyra vit um barnafestivalin, um stjørnuna, sum fer at framføra 6. juli. Eisini hoyra vit um Sørvágs country og blues festival, at tey skipa fyri einum barnapalli. Síðani er Tóra í Stórustovu til reiðar við einum kringlulista Kvinnubólkurin Divaz hevur fingið nýtt navn. Nýggja navnið er FLAMMA, og saman við nýggja navninum kunngera tær nú fyrsta staklagið City Lights, ið er av fyrstu fløguni, sum ætlandi kemur út í juli í ár. Kvinnurnar í FLAMMA, Laila Carslen, Ann Chanett Danielsen og Malan Eyðunsdóttir vitja í útvarpstovuni. Agnar Dahl greiðir frá umstøðum og viðurskiftum innan føroyyskan motorsport, og frá føroyameistarakappingini í GoCart fyri virkir, sum verður næsta vikuskiftið. Leygardagin er altjóða sherrydagur, og hann verður eisini hildin í Havn. Mortan á Hamrabyrgi skipar leygardagin fyri sherrydegnum á restaurant Áarstovu og Sirkus. Fólk fáa møguleika at eta ræstan fisk, ella ræst kjøt og drekka ymisk sløg av turrum sherry afturvið. Sum forrættur verður tapas at fáa. Mortan á Hamrabyrgi var í Góðan morgun, Føroyar og greiddi frá Spurnarblað, sum felagsskapurin sendi út á jólum, vísti, at meira enn helmingurin av teimum familjum, sum fáa jólahjálp, hava 65 krónur ella minni um dagin at lívbjarga sær fyri, um ongin óvæntað útreiðsla kemur til klæðir, tannlækna, heilivág og annað. Sambært Annlis Bjarkhamar, stigtakara til Í menniskjum góður tokki, siga familjur seg ikki hava ráð til føðingardagar, frítíðarítriv, eina heita máltíð hvønn dag ella nýggj og góð klæðir. Kringvarpið tosaði í morgun við Atla Simonsen, ið er søluleiðari hjá North Pelagic, og hann er staddur á fiskarímessuni, sum verður hildin í býnum, Gdansk. Emil úr Lønnebergi varð fyrstu ferð nevndur fyri 50 árum síðani í 1963. Hann er umleið 8 ára gamal í barnabókini hjá Astrid Lindgren og so ger hann altíð fortreð hóast hann innast inni er ein fittur drongur. Hann býr á Katholt samanvið foreldrunum Anton og Annu og systrini Idu. Aðrir persónar í bókini eru ein húskallur Alfred og Lina sum er arbeiðsgenta hjá teimum. Vit tosaðu í morgun um Emil úr Lønnebergi nú hann fyllir runt og í úrvarpsstovuni vóru Katrina Lindenskov Holm sálarfrøðingur, sum skuldi greina fyri okkum hvør Emil var um hann veruliga var so ólátaðaður, sum vit halda ella hann bara dugdi væl at finna uppá og at seta ymiskt í gongd. Saman við henni var eisini Jonna Fritsdóttir Mortensen frá barnaútvarpinum, sum tosaði um barnabøkurnar hjá Astrid Lindgren og hvat tær siga børnum í dag. Í dag hoyra vit 8. og seinasta part av bókini Gummi Tarzan. Ole Lund Kirkegaard skrivaði og Pauli Nielsen týddi til føroyskt. Erling Eysturoy lesur og Jan Zachariasen var tøkningur. Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, sum vísir aftur atfinningunum, at kommunan er í ferð við at tøma miðbýin. Petur Háberg er best kendur, sum sangari í bólkinum Bet you are William, tó er hetta tann parturin, ið hann í sendingini í dag vil varpa minst ljós á. Hann greiðir millum annað frá, hví hann sum 31 ára gamal framvegis er stakur, og hví honum dámar betri at slappa av saman við vinum, enn at liggja í sofuni og eta kips og dipp saman við eini damu. Hann greiðir eisini frá síni tíð uttanlands, hví hann elskar sítt heimland, og ikki minst, greiðir hann frá, hvussu tað hevur ávirkað hansara lív, at mamma hansara doyði, tá ið hann bert var 2 ára gamal. Í seinna tímanum er Jon Hestoy gestur hjá Leivi Fredriksen. Prátið snúði seg miillum annað um umstøðurnar hjá føroysku svimjarunum, um heimsmetini Jon Hestoy setti í áttatiárunum. Fiskimannafelagið óttast, at rokningin fyri tilfeingisgjaldið, sum landsstýrið ætlar at krevja inn fyri makrel og sild, verður send víðari til manningarnar. Og tað fer felagið ikki at góðtaka, sigur Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum. Samráðingarnar millum manningarfeløgini og felagið Nótaskip halda fram, men enn er eingin sáttmáli undirskrivaður. Makin hevur ongan rætt til at lesa SMS boð, teldupost ella privat boð, ið eru send á Facebook. Eisini hóast ótrúskapur er inni í myndini. Tað sigur Sigmund Poulsen, advokatur, sum Brunsj hevur hitt til eitt prát um tann løgfrøðiliga partin, tá makar velja at sneyta í boðum hjá hvørjum øðrum. Hoyr alla samrøðuna og fá øll ráðini hjá Sigmundi Poulsen her. Omanfyri Búnaðardepilin í Kollafirði er ein stór eplavelta, sum arbeiðsleys fólk hava sett niður. Veltingin er ein av fleiri verkætlanum, sum Arbeiðsloysisskipanin hevur sett í verk fyri at menna tey arbeiðsleysu, meðan tey bíða eftir at fáa eitt arbeiði. Til samans millum 20 og 30 fólk hava verið við at sett fýra tons av seteplum niður í Kollafirði, á Signabø, á Velbastað, í Leynum og í Sandavági. Tey vænta at fáa eini 25 tons uppaftur í heyst. Góðan morgun Føroyar var í morgun í Kollafirði og hitti Rógva, sum er arbeiðsleysur, og Vanju og Fíu, sum eru kveikjarar hjá Arbeiðsloysisskipanini. Í Lesikrókinum hesaferð hitta við Beintu Johannessen blaðstjóra á barnablaðnum Strok. Henni dámar væl at lesa ungdómsbøkur og hóast hon hevur elektroniskar bókalesarar, so dámar henni betur pappírsbøkurnar. Serliga tá hon skal lesa fyri børnunum, tí tað er lættari at vera saman um pappírsbókina. Matstovan hjá Elisabeth Nybo á Viðareiði er vorðin partur av einari danskari skaldsøgu. Fyrr í ár gav danski rithøvundurin Bent Parbo út eina bók har Elisabeth á Viðareiði er ein av persónunum. Bókin eitur Drengen med den dansende gang. Tað verður kanska við mær, sum við Beintu í Ónagerði um 200 ár verður tað spennandi at tosa um meg, sigur Elisabeth, sum var stødd í Klaksvík tá bókin kom við postinum. Í dag hoyra vit 7. part av bókini Gummi Tarzan. Ole Lund Kirkegaard skrivaði og Pauli Nielsen týddi til føroyskt. Erling Eysturoy lesur og Jan Zachariasen var tøkningur Tað heldur Torfinn Højgaard, nevndarlimur í Føroya Lærarafelag, sum mælir til, at stevnumiðið til lærugreinina ítróttur verður endurskoðað. Tað fakliga kann ikki viga so nógv, at tann næmingurin, ið rennur skjótast, skal hava besta próvtalið. Hósdagin, skulu Føroyar saman við Danmark og Grønlandi lata ST áttandu frágreiðingina um um kvinnurættindi. Bergljót Debes Hentze hevði kvinnurættindi á skránni í Eyðgleiðingini í Góðan Morgun Føroyar týsmorgunin. Leigunevndin avgreiddi í fjør 26 mál um ósemjur millum tey, sum leiga, og tey, sum leiga út. Fýra mál vórðu víst burtur. Vit tosa við nevndarformannin í Leigunevndini, Andrass Holm Arge. Hoyrið meira í Sjónarhorninum Við jøvnum millumbili stendst øsing um Kringvarp Føroya. Seinastu tíðina er tað ein avtala, sum leiðslan í Kringvarpinum hevur gjørt við eitt felag um sponsor innsavnan, ið hevur elvt til øsing. Avvarandi landsstýrismaður, Bjørn Kalsø, hevur fingið ábreiðslur fyri at hava sovið í tímanum. Og tað er serliga privata Miðlahúsið, ið hevur funnist at Kringvarpinum og avvarðandi landsstýrismanni. Í samráði við Mentunarnevnd Løgtingsins hendan dagin segði Bjørn Kalsø, at hann vil hava eina breiða semju um lýsingarpolitikkin og sponsoreringina í Kringvarpi Føroya. Vit hava Bjørn Kalsø í útvarpsstovuni. Orsøkin er, sambært Bakkafrosti, at laksaprísurin er hækkaður nógv, meðan avtalaðu prísirnir fyri lidnu laksa vørurnar eru væl lægri. Úrslitið hjá Bakkafrosti fyrsta ársfjórðing var tískil 34 milliónir verri í ár enn í fjør, tí í fjør hevði deildin, sum framleiðir lidnu vørurnar, 11 milliónir í vinningi. Hóast broyttu marknaðarstøðuna, so broytir Bakkafrost ikki politikk, men heldur fram at framleiða lidnar vørur, sambært Regin Jacobsen, stjóra. Tað sigur Andras Róin, stjóri í Bústaðir, sum í gjár undirskrivaði sáttmála við Sørvágs Snikkaravirki um at byggja fimm leiguíbúðir í Sørvági. Vestmenningurin, sum veiðir fugl, mælir ístaðin til eina millumloysn, har einans tey óroyndu skulu á trygdarskeið fyri at fáa vápnaloyvi. Jákup Veyhe greiðir millum annað frá fyrireikingunum til kabarettina, Haugaard Pelagic, ið verður framførd í badmintonhøllini í Klaksvík á Norðoyastevnu. Eisini verður práta um samstarvi við Sjúrð Skaale, um tónleik, um at gera undirhald til børn, um filmsverkstovuna Klippfisk og umstøður hjá føroyskari filmsframleiðslu. Løgfrøðingur Sigmund Poulsen greiður frá, hvat lógin sigur tá tað snýr seg um at lesa brøv, teldupostar og smsboð hjá øðrum. Kunnu vit verða revsaði, um vit verða meldaði, fyri at lesa eini boð hjá einum øðrum Og hvussu er við arbeiðsgevarum, og teirra atgongd til teldupostar hjá sínum starvsfólkum Gongutúrurin byrjaði r norðuri á Fløtti við minnisvarðan um Nólsoyarpáll, og síðani varð farið í kirkjuna sum fyllir 150 ár í ár. Frásøgumaður á túrinum var nólsoyingurin Egon Hansen. Í dag hoyra vit 6. part av bókini Gummi Tarzan. Ole Lund Kirkegaard skrivaði og Pauli Nielsen týddi til føroyskt. Erling Eysturoy lesur og Jan Zachariasen var tøkningur. Í morgin mikudagin hin 22. mai, eru 200 ár liðin síðani týska tónaskaldið og rithøvundurin Richard Wagner varð borin í heim. Sunleif Rasmussen kemur á gátt, og vit spyrja eitt nú føroyska tónaskaldið, hvat var so serligt við týska starvsfelaganum. Og í mentanarálmanakkanum frætta vit um tvær konsertir við Tórshavnar Manskóri um Det Fer sche Compagnie og tvær framførslur á Tjóðpalli Føroya um Haugaard Pelagic hjá Klaksvíkar Sjónleikarfelag og vit venda aftur til samrøðuna við føroysku listarkvinnuna Rakel Helmsdal, sum eitt nú nemur við umstøðurnar hjá yrkislistini í Føroyum í dag. Heini Davidsen brúkti sum ungdómur nógva tíð í Havnar Hornorkestri, hjá teimum grønu skótunum, í føroyskum dansi fyri børn og ikki minst á bókasavninum. Gekk í Kommunuskúla og Realskúla og tók studentsprógv í 1959. Heini Davidsen var ferðalærari í bóndabygdunum Syðradali og Norðradali, har ein nýggur heimur lat seg upp fyri honum. Fór seinni á læraraskúla og var eitt stutt skifti lærari í Havn. Hann og konan Vónbjørt úr Skúgvi fingu eina dóttir, sum var brekað, og fluttu til Danmarkar í 1968. Vit kenna øll sonevnda psykopatin frá ymsum Hollywood filmum. Teir eru ikki tespiligir, og sjálvandi finnast tílíkir ikki í Føroyum ella gera teir Hvussu stórur prosentpartur av okkum føroyingum eru psykopatar Hvussu fara vit við einum psykopati Er tað arvaligt Hvør er viðgerðin Hetta eru bert nakrir av spurningunum, sum sálarfrøðingurin Suni Poulsen svarar uppá. Eisini eru nógvir lurtarar, sum umvegis SMS boð seta sín spurning til sálarfrøðingin, annaðhvørt tí tey hava uppliva ein psykopat á arbeiðsplássinum, ella heima við hús, ella tí tey vilja hjálpa einum, sum vísur eyðkennini til antisosialan atburð, og tískil leita sær ráð frá Suna Poulsen, sálarfrøðingi. Í fyrra tímanum tosa vit við Jóruna Mørkøre og Robin Jønsson, sum vunnu Fitness Føroyar kappingina seinasta leygardag. Vit fáa eisini orð á gamla heimsmeistaran í fitness, Henning Christensen. Tað vísir kanning, sum Javnaðarflokkurin á Fólkatingi hevur latið gjørt. Skeiva fatanin er ein leivd frá bankakreppuni í nítiárunum, metir Sjúrður Skaale, fólkatingslimur. Kanningin er gjørd umvegis internetið. 1007 fólk hava svarað einum spurnablaði í tíðarskeiðinum 6. til 10. mars. Danska kanningin vísir, at tað eru sparingar, sum eru orðsøkin til, at donsku barnaansingarstovnarnir eru so vánaligir. Beinta Dalbø, námsfrøðingur sigur, at tað er ikki støðan í Føroyum. Nýggj nevnd er vald í foreldrafelagið Heim amp Skúli og nú hava tey sett orð á, hvat ætlanin er at arbeiða við fyrstu mánaðirnar. Forkvinna er Annika Sølvará, og hon sigur, at tey fara at savna øll skúlastýri, fyri at savna vitan, hvat kann brúkast og hvat ikki kann brúkast. Eyðleiðingin í morgun snúði seg um kvinnurættindi, tí um tveir dagar skulu Føroyar, saman við Danmark og Grønlandi, lata inn sína 8. frágreiðing til CEDAW sáttmálan, sum er kvinnurættindasáttmálin hjá ST. Londini lata inn frágreiðing 4. hvørt ár, og hetta er triðju ferð at vit lata inn frágreiðing til ST. Men hvat er hetta fyri sáttmáli, hvørjar skyldur áleggur hann okkum sum tjóð og hvat er hent síðani vit lótu inn fyrstu frágreiðingina í 2004. Í útvarpsstovuni í morgun vóru Durita L. Jóansdóttir frái Løgmansskrivstovuni og Katrin Kallsberg forkvinna í javnstøðunevndini. Í dag hoyra vit 5. part av bókini Gummi Tarzan. Ole Lund Kirkegaard skrivaði og Pauli Nielsen týddi til føroyskt. Erling Eysturoy lesur og Jan Zachariasen var tøkningur Í dag hoyra vit 8. part av bókini Nella Nefs og náttarskúlin. Unni Lindell hevur skrivað og Jákup Sørensen týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærafelags gav út í 2012. Elin á Rógvi lesur og Alexander Gaard er tøkningur. Í dag hoyra vit 7. part av bókini Nella Nefs og náttarskúlin. Unni Lindell hevur skrivað og Jákup Sørensen týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærafelags gav út í 2012. Elin á Rógvi lesur og Alexander Gaard er tøkningur. Tað sigur Atli Simonsen frá sølufelagnum North Pelagic við Dimmalætting í vikuskiftisblaðnum. North Pelagic er dótturfelag hjá P F Christian í Grótinum. Vit hava lagt okkum eftir at flakaskera sildina, og vit hava flutt alt á ES marknaðin til ein góða prís, sum hevur ligið um 12 krónur og 75 oyru fyri kilo. Um hesin marknaður verður stongdur, mugu vit leita eftir nýggjum marknaðum, sum eru púra ókendir fyri okkum, sigur Atli Simonsen frá North Pelagic við Dimmalætting. Í gjár fekk Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, ætlanarskriv frá ES, har boðað verður frá, at farið er undir tilgongdina at seta handilstiltøk í verk móti Føroyum. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, liggur ikki svøvnleysar nætur yvir, at reiðaríið Christian í Grótinum, ið hevur lagt seg eftir at fáa sum mest burtur úr hvørjum fiskaðum kilo av uppsjóvarfiski, kann missa atgongdina til ES marknaðin. Eigi eg at boða gifta manninum, sum eg eri vorðin við barn við, frá, at eg eri við barn, áðrenn fosturtøkuna Ja, siga tveir gestir, meðan tann eini er heldur ivingarsamur um hendan spurningin. Hinir tríggir spurningarnir í sendingini hesaferð eru hesir Eg var vitni til, at besti vinmaður mín framdi harðskap móti einum starvsfelaga hjá mær skal eg melda ella ikki Eg havi verið einsamøll í nøkur ár nú, og eg havi ferð eftir ferð upplivað, at tá vit hava verið í veitslu ella fleiri eru samlað, at konurnar damurnar næstan neyðhalda monnunum hjá sær, skrivar ein kvinna til okkara, meðan ein lurtari stutt og greitt vil hava at vita, hvat gestirnir halda um svart arbeiði. Hoyr, hvat Sofus, Elin og Kristian Martin ráða lurtarunum til at gera, her. Eingin fráboðan um tiltøk er komin enn. Og tað er ein heil verð uttan fyri ES, sum kann keypa føroyska sild, sigur Jacob Vestergaard. Blái Krossur í Føroyum skipar fyri fyrilestri í Norðurlandahúsinum 31. mai, sum hevur heitið Tá sjálvmorð er einast útvegur . Tað er danski sálarfrøðingurin Bente Hjorth Madsen, sum skal halda fyrilesturin. John Rajani, stjóri í BankNordik, vil ikki gera viðmerkingar til ítøkiliga málið um KT stuldurin av netbankanum hjá venjingarmiðstøðini Vælvera Fitness. Mánadagin hvarv ein hálv millión av konto hjá Vælveru Fitness, sambært Rune Petersen, eigara. Hóast hann alt fyri eitt gjørdi BankNordik varugan við KT stuldurin, so megnaði bankin ikki at steðga flytingini av hálvu milliónini, sum endaði á konto í London umvegis Danske Bank. Pengarnir eru síðani tiknir út og horvnir. Hóast John Rajani, stjóri í BankNordik, ikki vil gera viðmerkingar til málið, so váttar hann, at bankin hevur meldað eitt mál um KT stuldur til løgregluna, og at hetta mál er tað fyrsta av sínum slagi í Føroyum. John Rajani staðfestir samstundis, at bankin ikki átekur sær ábyrgd av at tryggja vinnukundum pengarnar, tí tað er vinnukundin sjálvur sum ber ábyrgdina í samband við KT stuldur. Ólavur Larsen varð settur sum leiðari í Mentannarhúsinum í Fuglafyrði í juni 2012. Í sendingini greiðir hann Eyðfinni frá sínum ætlanum og visjónum fyri húsið. Stórfilmurin, The Great Gatsby, varð frumsýndur í Havnar Bio í gjár. Í sendingini prátar Elin við filmsummælara, Birgir Kruse. Mánadagin hvarv ein hálv millión krónur av kontoini hjá venjingarmiðstøðini Vælvera Fitness, meðan Rune Petersen, eigari, var inni á netbankanum. Avleiðingin kann blíva, at hann noyðist at gevast við virkseminum, tí BankNordik ikki vil tryggja honum mista peningin, hóast hann alt fyri eitt gjørdi vart við, at flytingin var ígongd og bað bankan steðga henni. Men hetta varð ikki gjørt, og pengarnir, sum endaðu á konto í London, eru nú horvnir. Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini, váttar fyri Kringvarpinum, at málið um hálvu milliónina hjá Vælveru Fitness, sum brádliga hvarv av kontoini hjá fyritøkuni, er meldað, og at tað verður kannað í samstarvi við NITEC, sum er KT rannsóknarliðið hjá Ríkisløgregluni, og EuroPol. Tórshavnar kommuna er farin í holt vð at gera eina ferðslutrygdarætlan, sum skal økja um trygdina og gera tað meira trygt hjá øllum borgararnar at ferðast í ferðsluni. Ætlanin er grundað á fakta frá óhappshagtølum og ferðsluútrokningum, men haraftrat spyr kommunan eisini borgarar til ráðs, fyri at fáa eitt meira fjølbroytt grundarlag fyri ætlanini. Jógvan Joensen hevur seinastu árini upplivað ymiskt, sum hann nú brúkar sín tónleik til at fáa borið fram og kanska hjálpa øðrum í somu støðu. Í dag hoyra vit 4. part av bókini Gummi Tarzan. Ole Lund Kirkegaard skrivaði og Pauli Nielsen týddi til føroyskt. Erling Eysturoy lesur og Jan Zachariasen var tøkningur. Løgmaður hevur bundið Føroyar til at samstarva við londini í arktiska ráðnum um at basa oljudálking, hóast ongir pengar eru settir av til oljutilbúgving í ár. Um vanlukkan hendir, er tað upp til Kára P. Højgaard, landsstýrismann í innlendismálum at finna neyðugu pengarnar, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. Samstarvstalan millum londini í arktiska ráðnum merkir ítøkiliga, at londini binda seg til at hjálpa hvørjum øðrum móti gjaldi og eftir førimuni, um stórar vanlukkur raka. Men fyri einari viku síðani kom fram í grein í Dimmalætting, at Landsverk hevur frásagt sær ábyrgdina av oljutilbúgvingini í Føroyum. Í skrivi dagfestum 11. mars í ár, sum Kringvarpið hevur fingið, skrivar Landsverk soleiðis Landsverk sær seg ikki føran fyri, at loysa uppgávuna við at basa oljudálking á sjónum, um ein oljudálking hendir, tí ongin játtan fyriliggur til endamálið. Í skrivi sínum vísir Landsverk eisini á, at stovnurin ikki er nóg væl fyrireikaður, bæði tá tað kemur til førleikar og útgerð, at økja uppgávuna at basa oljudálking. Og tí heitir Landsverk á Innlendismálaráðið at lata uppgávuna til annan stovn, ið hevur tað sum kjarnuuppgávu at røkja uppgávur, sum oljubasing nátúrliga kann koma undir. Og hetta ger Landsverk tvey ár aftaná, at stovnurin fekk økið lagt inn undir seg. Men hví skrivar løgmaður undir eina tílíka samstarvsavtalu, tá ongir pengar eru settir av til oljutilbúgving Hoyr samrøðuna við Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann í innslagnum. Virðið á Bakkafrost samtakinum er útivið fýra milliardir krónur. Tað var greitt í mikukvøldið, tá norska fyritøkan Salmar, seldi helvtina av sínum partabrøvum í samtakinum fyri 520 miljónir krónur. Salmar boðaði mikudagin keypsskálanum í Oslo frá, at felagið ynskti at selja 10 prosent av sínum partabrøvum í Bakkafrosti, ella fimm milliónir partabrøv, sum skuldu geva 300 milliónir krónur. Áhugin var somikið stórur, at salmar valdi at selja meir, 15 prosent av Bakkafrosti, 7,5 miljónir partabrøv, sum felagið fekk 520 milliónir krónur fyri. Norska felagið hevði ikki fyri neyðini at selja partabrøvini, tí felagið hevði keypt tey, áðrenn lógin um útlendskan ognarpart í alivinnuni, varð broytt. Styrktir í trúnni Salmar átti 14,59 milliónir partabrøv í Bakkafrost, ella 29,87 prosent av samtakinum. Salmar gjørdi av at selja helvtina av partabrøvunum, og eigur helvtina eftir. Lógin sigur nú, at útlendingar ikki mugu eiga meir enn 20 prosent í føroysku alifeløgunum. Av tí at áhugin var so stórur, seldi Salmar meir enn ætlað. Ongantíð fyrr er so stórur partur av Bakkafrost boðin til sølu. At áhugin fyri partabrøvunum var so stórur, styrkir leiðsluna í trúnni um, at Bakkafrost er ein góð fyritøka, sigur stjórin Fólkið, ið býr í Føroyum, verður mett at verða lutfalsliga einsháttað í sínum íleguuppruna genetics isolate tá talan er um arvaligar eginleikar, við tað, at fólkið í høvuðsheitum stavar frá nøkrum fáum landnámsmonnum í 9. øld. Føroyingar verða tí hildnir at hóska væl til ílegugransking. FarGen er ein almenn verkætlan, ið ætlar at savna ílegurnar hjá føroyingum. Í sendingini hoyra vit um ílegur, arvastreingin og ílegugransking. Fýra serfrøðingar á hvør sínum øki innan ílegur, umrøða evnið. Pál Weihe, formaður fyri fylgibólkin í FarGen greiðir frá um FarGen. Lotte Hvas, lækni og limur í Danska Etiska Ráðinum, umrøður etisku spurningarnar í samband við ílegugransking. Thomas G. Jensen, ílegugranskari, greiðir frá fyrimunum og vansum við ílegugransking og Anne Marie Gerdes, yvirlækni á deildini fyri Kliniska Genetik á Ríkissjúkrahúsinum fortelur, hvat ílegukanningar verða brúktar til í læknaheiminum í dag. Hoyr sendingina her. Hann er best kendur, sum framherji hjá HB. Andrew er tó nógv annað, enn bert fótbóltsspælarin, í reyð svørtu fótbóltstroyggjuni. Vit spyrja Andrew um hansara barndóm Hvussu hann er, sum beiggi, maður og pápi Hann sigst vera sera sárbarður, og fellur tár av næstan ongum Vit spyrja sjálvandi um hetta passar, og hví hann hevur er serligan tokka til country og matgerð Í seinna tímanum er kappingin á skránni. Vinnarin ognar sær gávubræv frá Hvonn. Sskeiv tíðindi um føroysku samráðingarnevndina fingu Fiskimálaráðið fyrr í vikuni at bjóða seg fram at kunna hini strandarlondini um tað, sum sambært Fiskimálaráðnum er sannleikin í málinum. Felagsskapurin WSPA stuðlar verkætlanini og sær framtíðarmøguleikar í henni. Morgunsendingin tosar við Gemma Veneruso, sum er Lead Scientific Officer fyri verkætlanina Faroe Islands Whale Watch, og Rógva Absalonsen, ið er kampanjuleiðari hjá WSPA í Danmark Heidi S. Hansen hevur kannað grindaheilar. Hon hevur greinað talið av heilakyknum við kanningarhátti sum nevnist stereologi, og hetta er fyrstu ferð, at heilin hjá grindahvali er lýstur í vísindaligum høpi. Kannaðu grindaheilarnir vórðu fingnir til vega í einari grind, sum legði beinini í Gøtu 28. mai 2011. Nú hevur Heidi S. Hansen so vart eina ritgerð um heilakyknur hjá grindahvali. Í Lesikrókinum hesaferð hitta vit Marnu Jacobsen, sum er ritstjóri á Bókadeildini hjá Føroya Lærarafelag. Hon er farin undir at lesa elektoniskar bøkur, men hon ivast í, um hon ikki fær meira burturúr, tá hon lesur tær gomlu pappírsbøkurnar. Tey høvdu ikki nógvarbøkur heima, tá hon var barn, so í nógv ár var Famlju journal tað einasta sum hon las. Í dag hoyra vit 3. part av bókini Gummi Tarzan. Ole Lund Kirkegaard skrivaði og Pauli Nielsen týddi til føroyskt. Erling Eysturoy lesur og Jan Zachariasen var tøkningur Í sendingini greiðir Rani Nolsøe, leiðari á Íverksetarahúsinum, millum annað frá virkseminum á stovnunum og teimum mongu avbjóðingum, sum føroyskir íverksetarar møta. Eisini verður práta um tíðina við tónleikabólkinum Frændum, og um brennandi áhugan fyri renning og at ganga í fjøllunum. Elin fer oman til Marjuna Heimá, har skræddarin Beinta Vilhelmsen starvast. Beinta greiðir frá skræddara útbúgvingini, og skræddara yrkinum fyrr og nú. Eisini greiður hon frá stóra áhganum fyri føroyska búnanum. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, er ikki samdur við starvssystir sína í Grønlandi, Alequ Hammond, sum hevur gjørt av at boykotta arktiska ráðið, so leingi Grønland ikki sleppur at sita við borðið, har avgerðirnar verða tiknar. At fáa tey, sum taka avgerðirnar, á tal og ávirka tey hevur størri týdning, enn at staðfesta sína ónøgd við at halda seg burtur, heldur Kaj Leo Holm Johannesen. Gentukórið í Meinigheitshúsinum, GHM og Havnar Hornorkestur, syngja og spæla til sálmasangin. Fýra prestar skulu prædika nakrar minuttir hvør. Eisini er gjørt sanghefti, við vanligum sálmum og eisini fleiri barnasangum. Halldóra av Teigum skal, saman við øðrum, seta fyritøku á stovn, men tað at samskifta við miðlarnar, sá hon sum eina stóra forðing. Skeiðshaldarin gav henni so eina avbjóðing, at sleppa í fjølmiðlarnar. Hetta var mánadagin, og í morgun var Halldóra so í Morgunsendingini. Lurtið her. Holger Arnbjerg leiðari á Altjóða skrivstovuni greiddi frá í GMF í morgun um broytingarnar í donsku SU skipanini, sum verða galdandi frá 1. januar næsta ár. Gróðurstøðin í Hoydølum hevur fingið nógv betri umstøður at arbeiða í, nú tey hava fingið tvær nýggjar hallir. Umframt at mennna ymsar plantur og gera royndir, verða nógv trø og runnar seld. Vitjað varð á gróðurstøðini í morgun, har vit hittu Rakul Dam Lindberg, sum er dagligur leiðari. Í dag hoyra vit 2. part av bókini Gummi Tarzan. Ole Lund Kirkegaard skrivaði og Pauli Nielsen týddi til føroyskt. Erling Eysturoy lesur og Jan Zachariasen var tøkningur Articon vann útbjóðingina, sum norska vegverkið stóð fyri, og skal gera vegin fyri góðar 50 miljónir krónur Vegurin skal vera liðugur í oktober næsta ár. Tað hevur stóran týdning at fáa eitt slíkt arbeiði í Noreg, tí tað hevur ikki verið nóg mikið at gera í Føroyum seinastu árini, sigur stjórin í Articon, Jón Sigurðsson. Hann roknar við at bæði føroyingar og norðmenn fara at vera við til at gera vegin, og hann sigur seg vóna, at hetta arbeiðið kann slóða fyri øðrum arbeiðum hjá fyritøkuni í Noreg. Articon fekk arbeiðið, tí felagið hevði lægsta tilboðið, sigur Jón Sigurðsson, stjóri. Annars sleppa Føroyar ikki at selja ES sild ella keypa skip úr ES at fiska sild í føroyskum sjógvi. Seinastu árini er ein triðingur av føroysku sildini farin til ES. Eisini nemur hann við fleiri av sermerktu bygningunum, ið hann hevur teknað, eins og hann sigur okkum hví hann gjørdist arkitektur. Hetta er fyrri av tveimum pørtum. Og í mentanarálmanakkanum frætta vit um eitt nú nýggju bók Líggjas í Bø Óla Jákup millum Garðarnar Úrmælingur í 20. øld , eins og Jóannes Hansen eisini ummælur bókina. Eisini skifta vit orð við Inga Sørensen um ævintýrkendu myndabókina A Magical Seabed Safari , meðan Ólavur Hátún sigur okkum um nýggju føroysku kórbókina Føroysk kórbók, satsir eftir John Høybye . Eisini frætta vit um framsýning við Ingolf av Reyni og Steffan Danielsen í Listaglugganum, Anker Eli Petersen og Astrid MacDonald á Áarvegi 14 í Havn, og vit hitta Rakel Helmsdal, sum eitt nú sigur okkum um forvitnisliga framførslu í Eldborg í Hørpu í Reykjavík. Hesa vikuna og í næstu viku fara vit at hoyra bókina Gummi Tarzan, sum Ole Lund Kirkegaard. Í hesum sambandi fara børn úr Velbastaðar skúla at greiða frá. Tey hava arbeitt við rithøvundanum. Børnini mugu ikki verða boðberar, tí foreldrini ikki duga, tíma ella vilja samskifta Soleiðis sigur sálarfrøðingur Kathrina L. Holm. Hon greiðir millum annað eisini frá, hvussu vit á besta hátt tosa við okkara børn, og hvussu nógv børnini eiga at vita, um tað sum gongur fyri seg millum foreldrini og teirra vaksna lív. Niels Uni Dam ummælir debut EP 39 ina, The Proof Is Evidence, sum bólkurin Júrghinn gav út tann 9. november í fjør. Jens Marni Hansen, sangari og guittarspælari úr Kollafirði, fekk fyrrapartin boð um, at hann skal hita fjøldina upp, tá amerikanski rockbólkurin Bon Jovi skal spæla í Parkini í Keypmannahavn 6. juni. Teir hava fingið í besta lagi 100 tons, so talan er um ein miseydnaðan ísfiskatúr. Skipini taka 240 tons, og høvdu vónað at fingið uppí. Tað bar ikki til at royna longur, tí tað tekur eina viku at sigla heim, og tí er vandi fyri, at fiskurin fer fyri skeytið, sigur skiparin. Gesturin í morgunsendingini týsmorgunin var Sámal Blak, ið hevur vunnið sær viðurkenning uttanlands sum scenografur. Hann fór undir at útbúgva seg til scenograf í London í 2006 og varð liðugur í 2009. Síðani tá hevur hann vunnið eina virðisløn fyri at hava sniðgivið pallmyndina til operuna Othello hjá Verdi, og fyrr í ár var hann við til at vinna eina av heimsins mest viðurkendu listaheiðurslønum fyri sniðgevingina av pallmynd og búnum til operuna Ghost Patrol, Hendan operan var samstundis kosin at vera besta opera í 2013. Spurningurin ljóðar Sonur okkara, sum gongur í 6.flokki, hevur júst verið til landsroynd. Hann hevur verið so nervøsur fyri royndunum, at hann hevur havt ilt í búkinum og verið heilt illa fyri. Hví hava vit fingið hesar royndirnar Er tað ikki eitt afturstig í føroyska fólkaskúlanum, at vit eru farin aftur til at hava royndir við næmingunum í teimum smáu flokkunum Minnist hvussu tað mangan bleiv tosað um, at Nonnuskúlin hevði royndir heilt niður í teir heilt smáu flokkarnar, og tað varð tað ikki hildið nógv um. Er ikki ein vandi fyri, at næmingarnir longu í barnaskúlanum fáa próvtøku skrekk, og at hetta kemur at órógva innlæringina hjá teimum undan roynd próvtøku Anna Dalsgaard, lærari, svarar. Heili 68 av øllum føroyingum taka undir við, at samkynd kunnu ganga saman í borgarligt hjúnarlag. Hetta merkir at tey kunnu giftast á ráðhúsum og sýsluskrivstovum, men ikki í kirkjum og samkomum. Kanningin er grundað á eina telefonkanning, sum Gallup hevur staðið fyri, har 553 fólk vóðru spurd. Men hví hevur LGBT fingið hesa kanningina gjørda, og hvat sigur úrslitið um okkara samfelag í dag í útvarpsstovuni í morgun vóru Sunneva Háberg Eysturstein, nevndarlimur í Lgbt og Jóan Pauli Joensen, fólkalívsfrøðingur. Hósdagin verður ráðstevna um lendisnýtslu og lívfrøðiligt margfeldi. Ein partur av ráðstevnuni er, um landbúnað og lendisnýtslu, og annar partur er um tað ber til at hava eina burðardygga lendisnýtslu og samstundis varðveita tað lívfrøðiliga margfeldi. Anna Maria Fossaa, lektari í lívfrøði, og Rólvur Djurhuus frá Landbúnaðarstovuni, vóru í morgunsendingini. Í dag hoyra vit 1. part av bókini Gummi Tarzan. Ole Lund Kirkegaard skrivaði og Pauli Nielsen týddi til føroyskt. Erling Eysturoy lesur og Jan Zachariasen var tøkningur. Tað tykist vera støðan, eftir at tveir ísfiskatrolarar úr Hvalba hava roynt har í eina viku, og fara at sigla heim við minni enn hálvari last. Hjá trolarunum sum kunnu frysta umborð, er støðan frægari, men ov lítið er at fáa, frættist av Flemish Cap. Bert hendinga skip er á Flemish Cap, og tað er helst tekin um, at fiskiskapurin er av á hesum sinni. Og av tí sama vóru føroysku skipini ov sein yvir. Tað tykist vera niðurstøðan hjá monnunum sum eru við ísfiskatrolarunum, Steintór og Niels Paula úr Hvalba, og við frystitrolarunum, Gullberg úr Vestmanna og Vesturleika úr Sørvági. Niels Pauli og Steintór fóru avstað 29. apríl, og hava roynt í eina slaka viku. Fiskiskapurin hevur ikki verið tann, sum roknað varð við, og sum hoyrdist um, áðrenn teir fóru. Skipini høvdu seinnapartin fingið millum 90 og 95 tons av toski, og tað er væl minni, enn roknað varð við, áðrenn teir fóru avstað. Skipini taka 240 tons. Niels Pauli og Steintór ísa fiskin umborð, og tí kunnu teir ikki royna nakað serligt aftrat, um nakað skal fáast fyri fiskin tá teir koma heim aftur. Arbeitt hevur verið við ætlanum um at skipini skuldu kunna landa í Ný Foundlandi, men tað letur seg eftir øllum at døma ikki gera. Umleið 9000 fólk vóru limir í bólkinum og so nógv trýst var á facebooksíðuni, at Laila Neshamar, sum hevði eftirlit við tí, sum skrivað varð, ikki sá seg føra fyri at umsita hetta einsamøll. Tí avgjørdi hon at steingja Facebookbólkin Hví happa Laila Neshamar og mamma hennara Joan Neshamar, vitjaðu Góðan morgun Føroyar. Erik Biskupstøð, ið er útbúgvin lærari, hevur seinastu tvey árini verið leiðari á Klaksvíkar kvøld ungdóms og listaskúla. Hann er bæði tónleikari, framleiðari og festivalfyriskipari, og so er hann pápi at tveimum smádreingjum á ávíkavist hálvtriðja ár og fimm mánaðir. Í sendingini greiðir Erik frá síni tónleikaligu bakgrund, arbeiði sínum á Summarfestivalinum, og hvussu hann hevur lagt lívið hjá sær um fyri eisini at fáa stundir til at vera ein góður maður og pápi. Eisini fara vit í blómuhandil fyri at vita, um sølan av blómum framvegis hækkar støðugt hvørt ár á Mammudegnum, og hvussu nógvan pening vit føroyingar vilja brúka uppá hesa amerikonsku siðvenju. Vit tosa við handilskvinnu, Kristinu Valle. Føroya Sterkasti 2013 verður hildið í Høllini á Hálsi 25. maj, men hetta verður bert, um nóg nógvir sterkir menn tekna seg. Vanliga eru teir 8 10 mans, ið dystast um at verða Føroya Sterkasti, men vegna nógvar skaðar, eru einans 4 mans á listanum, nú bert 12 dagar áðrenn stóra dagin. Vit tosa við fyriskipara, luttakara og favoritt, Boga Hammer. Heini Davidsen hevur búð stóran part av lívinum uttanlands, í Grønlandi og Danmark, men hevur vitjað nógv heim aftur á klettarnar. Hann er sonur John Davidsen, sum eitt mannaminni var lærari í Kommunuskúlanum, og Katrinu úr Sørvági, sum var sjúkrasystir. Abbin, Norðoya Jógvan, var úr Klaksvík. Hann hitti føroysku konu sína í Leith í Onglandi, har nógvir føroyingar vóru. Tey fluttu heim aftur um aldarskiftið 1900. Norðoya Jógvan bygdi í Magnus Heinasonargøtu, har John og Katrina giftust inn. Í dag hoyra vit 6. part av bókini Nella Nefs og náttarskúlin. Unni Lindell hevur skrivað og Jákup Sørensen týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærafelags gav út í 2012. Elin á Rógvi lesur og Alexander Gaard er tøkningur. Áhaldandi leysasøgur um rúsevni fingu reiðaran og skiparan at biðja løgregluna fara um borð á Gadus, stutt eftir at skipið fór nýggjan túr fyrrapartin mánadagin. 11 fólk og tveir hundar leitaðu í tveir tímar, meðan Gadus sigldi norður gjøgnum Djúpini, men einki varð funnið. Í tveir tímar leitaðu 11 fólk og tveir hundar eftir rúsevnum um borð á Gadusi, meðan trolarin sigldi norður gjøgnum Djúpini. Men tey funnu einki. Leysatíðindi um rúsevni umborð vóru so mikið eftirfarandi, at narkodeildin helt, at tey vóru verd at kanna. Og rúsevni kunnu hava verið um borð fyrr, sigur Mikkjal Thomassen, leiðari á narkodeildini hjá løgregluni. Nakað eftir at trolarin Gadus var farin av Klaksvík mánadagin gekk eitt væl mannað lið av politistum og tollarum upp á skipið, tá tað var komið í Leirvíksfjørð. Níggju politistar, tveir tollarar og tveir hundar vóru um borð á Gadusi í tveir tímar. Í dag hoyra vit sangir úr barnakonsertini, sum var í Badmintonhøllini í Klaksvík leygardagin 27. mars 2013. Konsertin var í samband við árligu barnakórstevnuna. Hanna og Maria eru vertir. Fyri fáum mánaðum síðani læt duoin Byrta úr hondum sítt fyrsta staklag, og síðani tá hevur tað gingið skjótt framá hjá duoini. Byrta fer á pall fyri fyrstu fer á Trans Atlantisku konsertini í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið 11. maj, og seinni í summar framførur Byrta á ársins G festivali. Tey sum manna duoina eru Guðrið Hansdóttir og Janus Rasmussen. Guðrið Hansdóttir munnu flestu føroyingar kenna, men hvør er Janus Rasmussen Eyðfinn prátar við Janus, ið er komin úr Íslandi í samband við konsertina leygarkvøldið. Elin fer oman í Voksbotn, har hon hittir Petur Slyne, sum er ein av fyriskiparunum av tónleikatiltakinum Voxbotn. Petur fer at avdúka eitt nýtt navn, sum skal spæla leygarkvøldið 29. juni. Endamálið við ferðini var at fáa royndir og sambond, sum kunnu brúkast seinni tónleikinum at frama. Fróði heldur, at fitt er komið burtur úr higartil. Ein lurtari skrivar at tey eru von hvørt ár at fara á G , men nú eru tey boðin í brúdleyp hjá systkinabarninum. Kunnu tey loyva sær ikki at fara Maður skrivar um ráð, hvussu hann kann basa sínar sterku jaloux kenslur. Tannáringur skrivar neyðarróp um mammuna, sum er vinir við allar hansara vinir og hon skirvar og viðmerkir alt teir gera á Facebook. Kvinna harmast um sínar byrjandi rukkur og slappu húð og er øvundsjúk inn á mannin, sum er errin av sínu silvurgráum vangum. 7 børn i aldrinum 5 til 19 ár, hava sjúkuna GSD, umframt nøkur vaksin fólk eisini. Verða máltíðirnar hildnar, so er ikki so stórur vandi, men annars kann livurin vaksa, og tá kann vandi standast. Lurtið eftir samrøðuni við Rúnu Sivertsen, sum var gestur í Góðan morgun Føroyar. Tíðindaskriv frá GSD Kristi himmalfaradag skipar GSD felagið, saman við Ulrike Steuerwald, fyri einum sera spennandi námsskeiði við luttøku av læknum úr Florida, Hollandi og Týsklandi t Í dag fær GSD felagið vitjan av fleiri av fremstu granskarum innan glykogen goymslubrek, eitt nú David Weinstein úr Florida, sum vitjar í Føroyum á triðja sinni. Námsskeiðið verður á Deplinum í Skálavík. Skráin fyri skeiðið er fjølbroytt og spennandi og leggur upp til at geva fólki við GSD breiða vitan og leiðreglur. Stutt um GSD GSD stendur fyri Glycogen Storage Disease. GSD er sukurgoymslubrek, sum kann ávirka livur, musklar ella bæði. Sjúklingar við hesi sjúku mugu ganga eftir eini neyvari kostætlan. Við røttum kosti kunnu fólk við GSD sleppa undan so at siga øllum sjúkueyðkennunum. Tí er læran um kost so avgerandi neyðug fyri heilsustøðuna hjá teimum við GSD. GSD felagið er eitt lítið sjúklingafelag, sum varð stovnað í mai 2009. Hóast felagið er lítið, so er tað eitt sera virkið felag, sum hevur megnað at hildið fleiri námsskeið fyri limum sínum. Tað eru 16 føroyingar við sjúkuni GSD3a og tvey við GSD5. Ulrike Steuerwald hevur verið GSD felagnum til stóra hjálp. Hon hevur gjørt eitt ómetaliga stórt arbeiði fyri at savna vitan til føroyingar við GSD. Í mong ár hevur hon áhaldandi verið til reiðar at hjálpt og veitt persónliga ráðgeving til fólk við GSD. Námsskeiðið byrjar hósdagin 11.30 heldur fram til leygardagin. Elinborg Berglíð og Ketty Olsen eru níggju systkin. Barnaheimið er í Miðvági. Foreldrini vóru Heini og Karen Elisabeth Haraldsen. Tey giftust á ungum árum. Tá ein tíð var frálíðin, varð mamman lammað hon kundi ikki tosa, tyggja, ganga ella flyta seg, bert flyta eyguni. Hon lá tríati ár í songini og einasta háttur at samskifta við mammuna var at stava og hon svaraði við at flyta eyguni, so hvørt tey stavaðu rætt. Hóast so serstakan barndóm, siga tey Elinborg og Ketty at tær hava havt eitt trygt og gott heim. Í dag hoyra vit 5. part av bókini Nella Nefs og náttarskúlin. Unni Lindell hevur skrivað og Jákup Sørensen týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærafelags gav út í 2012. Elin á Rógvi lesur og Alexander Gaard er tøkningur. Eyðfinn Jensen prátar við føroya fremsta tónaskald innan klassiskan tónleik, Sunleif Rasmussen, sum einans hevur góð orð at bera Norðurlandahúsinum. Sunleif greiðir millum annað frá fleiri av sínum góðu upplivingum í Norðurlandahúsinum, og at hann júst hevur fingið bílagt sína aðru symfoni, sum skal frumframførast í Finlandi tann 8. desembur, 2015. Eisini prátar Elin í Stórustovu við Fróða Vestergaard og Annfinn Heinesen um føðingardagskappingina og tær mongu innsendu frásagnirnar, har fólk greiða frá teirra bestu uppliving í Norðurlandahúsinum. Ætlanin við verkætlanini er, at savna framtakshugaði vágafólk úr vinnulívinum, felagsskapum, kommununum og almenninginum, til eitt vikuskifti, har tað verður arbeitt við tí hugskotsríkidømi, sum finst lokalt í Vágum. Málið er at stuðla upp undir eina vinnuliga realisering av teimum bestu hugskotunum og avbjóðingunum. Tórshavnar býráð samstykti í vikuni at gera eina súkklubreyt úti á Frælsinum í Havn. Seinastu árini eru komnar nakrar súkklubreytir, men hvat siga tey, sum dagliga súkkla, bøtir hetta um møguleikarnar at súkkla í býnum. Vit hava verið úti á Frælsinum Í dag eru vit í Norðurlandahúsinum. Vit tosa við Urd og Hedvig, sum arbeiða í Norðurlandahúsinum, tær greiða frá húsinum og 30 ára føðingardegnum. Síðani greiða Birita og Fía frá tiltakinum Fidget Feet, og tær hava eisini verið á verkstovu saman við teimum. 4,7 milliónir krónur. Tað er tað, sum Ellis og Røktarheimini nýttu ov nógv samanlagt í fjør. Men av tí at aðrir stovnar innan eldraøkið íalt nýttu hálva triðju millión færri, enn játtanin var í fjør avmarkaðist samlaða tapið á eldraøkinum til 2,2 milliónir krónur. Tað er eisini pengar men í samlaðu roknstykkinum eru 2,2 milliónir krónur ikki nógv, heldur Petra Johnsdóttir, stjóri á Almannaverkinum. Hóast tær 2,2 milliónirnar, sum eldraøkið brúkti ov nógv, bert eru ein lítil dropi av samlaðu myndini, so hvørva tær ikki av pappírinum. Hóast tað ongar avleiðingar fær fyri nakran, at Ellis og Røktarheimini nýttu 4,7 milliónir krónur ov nógv í fjør, so hava leiðararnir fingið strang boð um, at í ár skal játtanin halda. 16. september verður gamla, analoga sjónvarpssendinetið, sum hevur tænt Føroyum og føroyingum væl seinastu 30 árini, sløkt fleiri staðni kring landið og ikki tendað aftur. Mentamálaráðið hevur nú endaliga avgjørt at leggja um til talgilda digitala senditøkni, og fyrsta skiftið verður mánadagin 16. september. AElig tlanin er, at alt sjónvarpssendinetið skal vera liðugt dagført í 2015, skrivar Mentamálaráðið í tíðindaskrivi. Tað er umráðandi at fólk taka stig til at fyrireika seg til skiftið, um skíggin ikki skal fara í svart, sigur Hans Andor Johannesen, tekniskur leiðari í Kringvarpi Føroya. Fyrireiking neyðug Tey, sum longu síggja Kringvarp Føroya talgilt, gjøgnum Televarpið, nýtast ikki neyðturviliga at skifta útgerð. Fá meira kunning um hetta á heimasíðuni hjá Kringvarpinum. Lamba, Oyri, Streymnes, Hvalvík, Selatrað, Morskranes, Hósvík, Kollafjørður, Signabøur, Oyrareingir, Kaldbaksbotnur, Kaldbak, Gundadalur í Havn, Velbastaður, Kirkjubøur, Skopun, Sandur, Skarvanes, Skúvoy, Gásadalur og Mykines. Seinni verður sjónvarpssendinetið skift í øðrum økjum, og kunnað verður um tað so hvørt. Við talgilda sendinetinum kemur føroyska sjónvarpssendinetið at verða tøkniliga ájavnt við sendinetið hjá grannalondum okkara, sum eisini hava skift til talgilda sendinetið. Vit fáa søguna um Norðurlandahúsið, heilt frá tí at Føroyar gerast limir í Norðurlandaráðnum 1. januar 1970, til húsið á fyrsta sinni letur dyrnar upp hin 8. mai 1983. Arkitektarnir Albert Isfeld, Gunnar Hoydal og Heidi Poulsen umrøða arkitekturin eins og uppskotini, ið gjørdist nr. 2 og 3 á arkitektakappingini í 1978 vit spyrja Torbjørn Poulsen, ið var landsstýrismaður í mentamálum, tá húsið varð tikið í nýtslu, hvussu hann minnist dagin eins og vit hitta Helga Jacobsen, tíðindamann og rithøvund, ið hugleiður um Várið bjarta við nýggjum Norðurlandahúsi, nýggjari Norrønu, og nýggjum Hotel Føroyum, eins og vælmannaðari friðargongu. Saman við Bjørn Kalsø, landsstýrismanni í mentamálum, Magna Arge, stjóra í Atlantic Airways, og Guðrið Poulsen, listakvinnu og starvsnevndarlimi í LISA, umrøða vit hvønn týdning Norðurlandahúsið hevur havt, eins og vit umrøða mentanarviðurskifti yvirhøvir og Sif Gunnarsdóttir, stjóri í Norðurlandahúsinum, og Fróði Vestergaard, ið starvast í Norðurlandahúsinum, siga okkum frá nøkrum av tí, ið fer at henda føðingardagin og hetta árið, Norðurlandahúsið fyllur. Nú er endaliga slóðað fyri, at Tórshavnar golffelag fær sín golfvøll á Glyvursnesi. Løgtingið samtykti einmælt við 2. viðger fyrrapartin at broyta lógina um landsjørð, so almenn landsjørð eisini skal kunna leigast kommunum til almannagagnlig endamál, sum ikki eru vinnulig í sjálvum sær, og sum harvið kunnu skapa karmar fyri øðrum avleiddum virksemi, eitt nú ítrótt, fríøki, útisøvn, viðarlundir og lendi í sambandi við verandi býlingar. Broytingin ger, almenna landsjørðin kann gagnnýtast betur til at skapa kamar fyri menning av øðrum vinnugreinum á jøvnum føti við siðvanda landbúnaði. Nakrar avmarkingar Búnaðarstovan hevði heimild í galdandi landbúnaðarlóggávu at leiga lendi út til ávís endamál og eftir ávísum treytum. Munurin verður nú, at nýggja heimildin skal vera avmarkað til at leiga lendi út til kommunur til almannagagnlig endamál, sum kunnu vera vinnulig. Kommunan stillar lendið tøkt til nýtslu til ymiskt virksemi við hesum endamáli. Kommunan kann ikki leiga lendið útaftur. Tað er ikki í lagi, at starvsfólk skapa óneyðugan ótta millum búfólk og avvarðandi um tær sparingar, sum verða framdar á Ellis og Røktarheimunum kring landi. Tað sigur Petra Jónsdóttir Joensen, stjórin á Almannaverkinum. Sparingarnar eru keðiligar, men tær eru virðiligar, heldur hon. Tað, sum stjórin á Almannaverkinum, Petra Johnsdóttir Joensen, sipar til, er skrivið, sum starvsfólk á Eysturoyar Ellis og Røktarheimi sendu út til avvarðandi hjá búfólkunum á stovninum um vikuskifti Í brævinum stendur millum annað, at ein avleiðing av, at røktarheimið í Runavík skal spara munandi frá 1. juni, er, at búfólkini koma liggja meira í songini, fáa minni venjingar og tað verður longri ímillum, at tey verða havd í bað. Eftir fund á Tjarngarði í gjárkvøldið samdust tey avvarandi um at orða eitt skriv, har heitt verður á leiðsluna á Almannaverkinum at finna sparingar aðrastaðni enn á Tjarnargarði. Útvarpið skilir, tað eisini er upp á tal at skipa fyri einum mótmælistiltaki úti í Almannamálaráðnum í morgin. Tey trý Marius Ihlen Gardshodn, Laila Neshamar og Carolina Hansen hava gjørt filmin Hví happa Filmurin, ið var ein verkætlan í skúlanum, er longu sera nógv umrøddur, og hevur teirra Facebook síða longu áleið 8000 likes, og hetta bert eftir 6 døgum. Vit fara í Eysturskúlan at spyrja tey, hví tey valdu at gera hendan film, hvussu tey gjørdu hann, og hvussu hendan seinasta vikan hevur verið. Eisini tosa vit við teirra lærarinnu Joannu Johansen, um hvussu hon upplivir happing millum næmingar í dag. Bryndis, Jóhann, Flóvin, Fríðunn og Marianna, ið ganga í 7. og 8. flokki greiða eisini frá sínum upplivingum við happing, og hvussu tey halda, vit eiga at basa hesum trupuleika. DFC Det Fer sche Compagnie varð stovnað í 2010 av ungum føroyskum listafólkum, ið vildu gera nýskapandi og eksperimenterandi list til tess at útfordra føroyska leiklist. Í morgin sýna tey leikin Rain. Yrkisleikarin Kjartan Hansen kemur í Brunsj at greiða frá. Stóra árliga ferðavinnuátakið VisitFaroeIslands varð fyriskipað í seinastu viku, og tá vitjaðu 50 útlendskir ferðasmiðir og umboð fyri ymiskar ferðaskrivstovur. Ein av teim útlendsku ferðasmiðjunun, sum var hesaferð, var Peter Morell, sum selur ferðir til Grønlands, íslands og Føroyar. Hann heldur, at okkara størsti trupulleiki er, at vit eru so ókend úti í heimi og so hava so torført við at finna útav, hvat tað er, vit skulu marknaðarføra Nakrar ferðir um árið, hava ansingarstovnar ráðleggingardag, og tá eru stovnarnir afturlatnir. Vit hava tvey børn, sum ganga á hvør sínum stovni, og ráðleggingardagarnir eru ikki teir somu á stovninum. Hetta undrar okkum. Hvat verða hesir ráðleggingardagar brúktir til Hvør fær nyttu úr døgunum Og ber tað ikki til at hava allar stovnar afturlatnar sama dag Klaksvíkingar fyrst og fremst skulu út at rudda, men har verður eisini annað á skránni, millum annað ein teknikapping fyri børn, har vinnararnir verða funnir mikudagin. Tað er Hanna Dalsenni, sum arbeiðir á teknisku deild hjá Klakvsíkar kommunu, sum skipar fyri umhvørvisvikuni. Eg veit ikki um vit skulu vaska hárið hjá luttakarunum ella vit skulu styla vertunum. Men nú fara vit so avstað leygardagin og so fáa vit at síggja, sigur Vera Larsen, hárfríðkanarkvinna í Klaksvík. Saman við Karini Sólsker er hon vald út at standa fyri hárinum hjá teimum, sum skulu luttaka í Eurovision kappingini, sum verður í Malmø leygakvøldið 18. mai. Í dag hoyra vit bókina Pól hin kuli giraffurin. Jonna Fritsdóttir Mortensen lesur og Høgni Reinert Hansen ger ljóðmyndina. Eisini hoyra vit tónleikaupptøkur úr Norðurlandahúsinum, tí 8. mai hevur Norðurlandahúsið 30 ára føðingardag. Í Apríl mánaða helt Rógvi Thomsen fyrilestur á Føroya Fólkaháskúla við evninum Góð tretivu ár við Kristin í Geil og Tingakrossi frá radikalismu til tjóðskap 1901 til 1935. Kristin í Geil var blaðstjóri á Tingakrossi frá 1901 og kendur fyri at fara harðliga fram móti ráðandi borgaraskapinum, embætisveldinum, og tað hann metti sum sosialt órættvísi. Hann yrkti tann fyrsta sosialistiska sangin, Brátt lýsir í eystrimen politiskt var hann tó ørkymlandi, tí samstundis sum hann bardist fyri tátíðarinnar Palleba og Marsannu, stuðlaði hann konservativa vonginum í flokkinum politiskt. Fyrilesturin um Kristin í Geil lýsir tíðina eftir hundraðáraskitftið 1800 1900. Rógvi Thomsen leggur dent á, at vit ikki kunnu skilja tíðina, sum var tá, við støði í dagsins samfelag. Vit mugu royna at seta okkum inn í, hvussu samfelag, hugburður og mentan hjá føroyinginum vóru fyrr. Medvitið var eitt heilt annað og ivaleyst høvdu vit í dag havt torført við at samskifta við fólk frá tí tíðini. Rógvi Thomsen, cand. ped., starvast sum námsfrøðiligur ráðgevi hjá Sernámi. Hann hevur arbeitt nógv tey seinastu árini á Føroya Læraraskúla, og undirvíst pedagogum og lærarum í pedagogikki. Men eisini hevur hann drúgvar royndir við søguligum arbeiði og er útbúgvin innan bæði søgu og pedagogikk. Á søguliga økinum hevur hann mest fingist við nationalismu, íkomu og fatan av henni. Rógvi Thomsen hevur hildið fyrilestrar og skrivað greinar um søgulig evni, umframt eina ørgrynnu um pedagogisk evni. Myndin um stríðsmannin Kristin í Geil, sum endaði lívsskeiðið við læstum tonnum er úr minningargrein hjá Williami Heinesen. Heiða Gunnarsdóttir Nolsøe og tvey onnur lesandi á DTU vunnu annaðplássið og umrøðuna, millum annað á DR. 60 eindir á hægri skúlum lótu uppskot inn til virðislønina. Tað var eitt serligt, heilsugott skógva innlegg, íð vann ársins donsku innovatións ella íverksetaravirðisløn. Heiða Gunnarsdóttir Nolsøe lesur til sivilverkfrøðing á Danmarks Tekniske Universitet í Keypmannahavn. Ruskspanninin og ætlanin eita DropBucket og umrøðan kom í kjalarvørrinum av átakinum Forskningens Døgn, sum danska vinnumálaráðið stuðlar á hvørjum árið. Eggjað verður til uppfinningar og menning av verandi viðurskiftum ella framleiðslum. Tað er tað innovatión snýr seg um. Heiða Gunnarsdóttir Nolsøe og hini bæði í innovatiónsbólkinum á DTU, Andreas Nørballe og Marie Berggreen, hava søkt um patent til DropBucket pappílætið, ið tekur 25 kilo av ruski Havnarkvinnan Heiða Gunnarsdóttir Nolsøe og hini í bólkinum lesa Design og Innovatión á DTU, og DropBucket ruskspannin úr endurnýtslupappi byrjaði sum uppgáva á tí tey nevna Produktudvikling. Les meira á heimasíðuni hjá DropBucket. 1. mai er enn ein dagur, sum hevur týdning fyri bæði fakfeløg og land. Tað halda tveir formenn og ein forkvinna í trimum av stóru fakfeløgunum. Í sendingini setur Erland Viberg Joensen søguna hjá arbeiðararørsluni í perspektiv, og Bergur A. Dalsgarð úr Sosialistiskum Ungmannafelag og Ólavur í Búrstovu úr Framsóknarungdómi halda báðir, at enn hava vit brúkt fyri 1. mei, tí nógv er eftir at stríðast fyri hjá arbeiðararørsluni. Undir heitinum Orka Presents avdúkar Jens L. Thomsen tríggjar, nýggjar, útlendskar bólkar, sum hann hevur valt at seta á skránna hjá G festivalinum í 2013. Fitness Føroyar kappingin verður hildin á Hotel Føroyum 18. maj. Elin tosar við ein av fyriskiparunum, Jákup Berg, og ein av luttakarunum, Maritu Magnussen. Oyrahandilin á Toftum er eitt gott dømi um hvat kann koma burtur úr, tá framburður og søga hugsa um hvørt annað. Stóri handilin hjá D.P. Højgaard í Oyrunum fór undir at taka ímóti fiski fyrst í 1900 talinum, og hevði sína stórheitstíð í fimtiárunum. Nú er tað tógvfyritøkan Navia, sum eigur og rekur handilin. Nógv fólk stukku inn á gólvið í Oyrahandlinum leygardagin. Og ikki minst var tað veggurin við mongum myndum frá gamla Oyrahandlinum, sum savnaði fólk og fekk gomul minnir fram. Oyrahandilin á Toftum er eitt gott dømi um hvat kann koma burtur úr, tá framburður og søga hugsa um hvørt annað. Stóri handilin hjá D.P. Højgaard í Oyrunum fór undir at taka ímóti fiski fyrst í 1900 talinum, og hevði sína stórheitstíð í fimtiárunum. Nú er tað tógvfyritøkan Navia, sum eigur og rekur handilin. Ólavur Clementsen hevur latið úr hondum bókina Søgur og skemt av Sandi. Íblásturin fekk hann frá prátinum á Klovanum og úr bókini Sands søga eftir Edward Hjalt, sum kom í fimmtiárunum. Fyrsti parturin av bókini er um skaðatilburðir við tilknýti til Sandsbygd. Men har er so mangt annað eisini Handilssøgan, søgan um lendingarnar, søgan um vatleidningin, søgur um kvinnur og menn á Sandi og fleiri skemtiligir tættir um hendingarna heima á Sandi. Í dag hoyra vit 4. part av bókini Nella Nefs og náttarskúlin. Unni Lindell hevur skrivað og Jákup Sørensen týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærafelags gav út í 2012. Elin á Rógvi lesur og Alexander Gaard er tøkningur. Leiðslan á Eysturoyar Ellis og røktarheimi í Runavík hevur júst sent út eitt bræv til avvarandi hjá búfólkunum. Boðað verður frá, hvørjar avleiðingar tað fer at hava, at stovnurin frá Almannaráðnum hevur fingið boð um at spara munandi. Sparingarnar hava millum annað við sær, at tey eldru fólkini koma at liggja meira í seingini, fáa færri venjingar, og at tað verður longri ímillum, at tey vera havd í bað. Skorið verður eisini í reingerðini. Fyribils setti leiðarin á Eysturoyar Ellis og Røktarheimi, Sigrun Arnoldsson, váttar fyri útvarpinum, at hesi tiltøkini nú verða sett í verk. Tað hendir fyri at heimið skal klára at halda seg til játtanina, ið ikki er hækkað í fleiri ár. Hoyr alt innslagið her. Børn mugu brynjast til kappingarítrótt, og tað skulu foreldrini gera. Tað er greiði boðskapurin frá gestunum í Also til eina mammu, sum heldur, at tað er langt úti, at sonur hennara er settur av A liðnum. Ein lurtari spyr, hvussu hann skal siga við konu sína, at hon er fitnað, ein annar illneitast inn á, at fólk taka børnini hjá sær við í vaksnamannaføðingardag og ein triði lurtari er sett í eina trupla støðu, tí maðurin fjasast við øðrum kvinnum á datingsíðum á netinum. Hoyrið, hvat tey trý, Rudolf Joensen, Elin Michelsen og Pætur Marjunarson Dahl, svara, her. Heiðrik á Heygum framleiðir tónleik, videoløg, filmar, myndir, málningar, fløguhúsar og mangt annað. Í sendingini greiðir fjølbroytti, ungi, listamaðurin millum annað frá síni tónleikaligu bakgrund, hvussu hann kom í gongd við filmsframleiðslu, og tí hann fæst við fyri tíðina. Rúni F. Kjær ummælir filmin Side Effects, ið hevði heimsfrumsýning ígjár 2. mai. Tað er Steven Soderbergh, ið hevur leikstjørna, og høvuðsleiklutirnar spæla Channing Tatum, Jude Law, Rooney Mara, Catherine Zeta Jones. Tað tykist sum tørvur okkara á undirhaldi bara veksur, serliga er nýtslan av ítrótti vaksin nógv og fjølmiðlarnir liggja ikki sjóvarfallið av særnei, enntá kemur fyri, at tvær føroyskar útvarpsstøðir senda beinleiðis frá somu dystum. Umframt heimligu fótbóltskappingini, verður nógv gjørt burtur úr hondbóltskappingini, flogóltsfinalum, svimjifinalum, og øðrum tiltøkum. Samstundis eru tað allar sjónvarpsrásirnar, ið senda La Liga, Premiere League, Bundesligaina og aðrar stórar útlendskar kappingar. Eisini dámar okkum at síggja rasarakoyring, og summi eru farin at hyggja eftir amerikanskum fótbólti. Men hví gera vit tað Psykoterapeut Bjørg Mortensen sigur sína hugsan. Pætur M. Dahl heldur, at tað er stórt spell, at heimspeki ikki er umboðað í føroysku skúlaskipanini. Kortini hava børn nógvar meiningar um evnið, tí tey hugsa rættiliga nógv um tað av sínum eintingum. Arbeiðsloysis skipanin í Føroyum skal tillagast, so hon loyvir nýútbúnum inn í ALS, hóast tey ikki hava verið í arbeiði í Føroyum sum kravið annars er í løtuni. Tað ætlar Johan Dahl, landsstýrismaður við arbeiðsmarknaðarmálum. AElig tlanin er eisini at tillaga arbeiðsmarknaðar avtaluna millum Føroyar og Danmark, sum skal tryggja, at nýbúnir føroyingar í Danmark kunnu koma til Føroya at leita sær eftir arbeiði uttan at missa sín dimittend stuðul, sum er arbeiðsloysisstuðul, ið nýútbúgvin í Danmark fáa. Hesa vikuna tosa vit um ymisk evni Eitt barnapanel úr Frískúlanum í Havn hjálpir okkum at hugleiða um spurningarnar. Dagsins evni er átrúnaður. Í annaðkvøld fara donsku tíðindamenninir Martin Krasnik og Herbert Pundik at kjakast alment í Føroyum um millum annað Miðeystur og arabiska uppreisturin. Tað verður á Hotel Føroyum í Havn. Herbert Pundik er fyrrverandi blaðstjóri og núverandi tíðindamaður á Politiken eisini er hann fyrrverandi hermaður og njósnari fyri Ísrael. Martin Krasnik virkar sum rithøvundur og tíðindavertur á sjónvarpsrásini DR2, harafturat hevur hann verið tíðindamaður fyri DR í USA. Báðir vuksu upp í jødiska samfelagnum í Keypmannahavn. Tíverri hevði ein feilur sníkt seg inn í útrokningina av mánaðarliga gjaldinum eftir rentustuðul. Rentustuðulin var heilt einfalt settur ov lágt, skrivar fíggjarleiðarin í Bank Nordik, Árni Ellefsen til kringvarpið, eftir at kringvarpið hevur samanborið útrokningar frá Bank Nordik við útrokningarnar hjá kappingarneytanum, Eik. Nær eru vit ótrúgv Hví eru vit ótrúgv Og hvør er ótrúgvur Hetta eru nakrir av spurningunum, parráðgevi Turið Horn svarar upp á. Eisini svarar hon SMS spurningum frá lurtarum, um hetta sama evni. Í sendingini hitti eg Kim Simonsen, sum greiðir frá, hvat tað er, hann hevur granskað í seinastu árini. Ein gransking, ið júst nú fyriliggur sum ein 328 síður phd ritgerð frá Roskilde Universiteti. Bókin skal útgevast á altjóða forlagið í Amsterdam New York. Kim Simonsen er høvundi og mag.art í norðurlendskum bókmentum frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Her í desember 2012 vardi hann sína ph.d. í bókmentum frá Roskilde Universitet. Vegleiðarar vóru professarin Anette Warring frá Roskilde Universitet og professarin Svend Erik Larsen frá rhus Universitet. Kim sum eisini er høvundi, hevur áhuga í mentanarligari nationalismu, migration og minnismentan í mun til bókmentir. Hann hevur serliga haft áhuga fyri evropeiskum ferðabókmentum, minnismentan, imagologi, gransking í stað og cultural transfer. Út frá hesum hevur hann granskað hvussu ein tjóð tekur seg fram, í mun til hvat onnur skriva um hana. Sum eina case hevur hann granskað týskar, enskar, franskar v.m. ferðafrásagnir um Ísland og Føroyar frá 1600 1891. Síðan samrøðan varð gjørd í gjár, hevur countryfestivalurin fingið játta ein bólk afturat, og tað eru teir tríggir Ólavur, Milson Niels Nøvnini eru kend heilt aftur til 60 ini. Ólavur Højgaard, Milson Zachariassen og Niels Midjord. Ólavur er countrymmaður burturav, sum vit best kenna frá Vestmonnum, Milson, The Grand Old Man Zachariassen, innan tónleikin í Føroyum, er kendur frá millum annað Faroe Boys, har hann spældi bass. Milson man verða fyrsti og elsti, steelguitarspælarin í Føroyum. Niels er mest kendur fyri sín eyðkenda vísusang, hann hevur fleiri útgávur aftanfyri seg, í løtuni arbeiður hann við at leggja seinastu hond á nýggja fløguútgávu har hann tulkar Leonard Cohen. Á country bluesfestivalinum er tað countrytónleikurin á skránni hjá hesum garvaðu monnum, Teir spæla nýggjan countrytónleik, sum teir sjálvir hava gjørt, umframt útlendskan countrytónleik Tey seytjan luttakandi einstaklingar og bólkar eru Eve Selis, Tamra Rosanes, Hallur Joensen, Kristina Bærendsen, Uni Debess, Tinganest, Rannvá Vesturklett, Sámal Ravnsfjall, Jackson, Blátt Gras, Magni Christiansen, Froðbiar Sóknar Bluesorkestur, Holgar Tórfríð, Four MENh, Jørgen Jákup, Punjab og Ólavur, Milson Niels. Hesa vikuna tosa vit um ymisk evni. Eitt barnapanel úr Frískúlanum í Havn hjálpir okkum at hugleiða um spurningarnar. Dagsins evni er vísindi Høvundin Beinta Johannesen og fotografurin Hans Elis Sivertsen siga frá bókini Lívið á Sjósavni, ið lýsir alskyns dýr á Føroya Sjósavni. Høvundin Sólrun Michelsen sigur frá sínari bók, Torkils Døtur, ið byggir á søgnina við sama navni. Tað er ein rættiliga dramatisk søga og Sólrun er trúgv tí vælkendu vísuni um Torkils Døtur. Harafturat tosa vit stutt við stjóran á Føroya Sjósavni, sum er Bjørki Geyti. Bjørki sigur okkum, hvussu nógv dýr eru á savninum, og at ætlanin er at víðka virksemið. Amnesty International Føroya deild, varpar ljós á flóttafólkaspurningin, í samband við at Amnesty International arbeiðir við at fáa evropeisku londini at arbeiða við einum felags flóttafólkapolitikki. Á almenna tiltakinum, sum verður 2. maj, verður nýggi filmurin, Føroyar og flóttafólk, frumsýndur. Í Brunsj greiðir Katrin á Neystabø eisini frá, hvørji onnur evni Amnesty Føroya deild arbeiðir við í løtuni. Seinni í sendingini vitja vit í Blákross búðini í havn, har nógv fólk hvønn dag antin læta ella keypa sær brúktar lutir og klæði. 27 ára gamla Miriam Gunnarsson greiðir frá sínum barna og ungdómsárum. Hvussu hon minnist lívið, tá ið mamman var stakur uppihaldari, og peningurin ikki var so nógvur. Tískil kundi Miriam ikki alt tað, sum flest øll onnur born høvdu ráð til. Eisini minnist Miriam sína fyrtsu stóru hjartasorg, sum vardi í fleiri ár. Henda hjartasorg og deyðin hjá biologiska pápanum, hevur sett síni spor. Miriam greiðir millum annað eisini frá sínum lívs kærleika, Janus Gunnarsson, sum hon giftist við, bert 19 ára gomul, og síðst men ikki minst, greiðir hon frá sínum høgt elskaða starvi, sum myndakvinna. Niels Uni Dam ummælir nýggju fløguna, Vónin Er, hjá Guðrun Bartal, ið varð givin út tann 5. apríl í ár. Tað vóru virkishugskotið og virkisætlanin um havsalt við smakki, ið hugtóku dómsnevndina. Tórur S. Hansen, Rani K. Gærdbo, og Herman E. Winther kappaðust móti tilsamans 34 donskum næmingavirkjum. Vit práta við teir um ætlanina, umframt at vit hitta stjóran á handilsskúlanum í Havn, Helenu Dam á Neystabø, sum vit spyrja um nyttuna í slíkum kappingum. Triðja virðislønin varð latin Elisabeth Joensen ella Bettu á Dalinum, í Klaksvík, onnur virðislønin varð latin Regini Eikholm úr Havn, meðan fyrsta virðislønin fór til Eyðun Eliasen av Trøllanesi. Vit hitta vinnararnar, eins og David Reinert Hansen, prest, hymnolog og lim í dómsnevndini, eins og Rasmus Joensen, formann í Slái Ring. Eisini hava vit verið á árligu kórstevnuni, sum í ár varð hildin á Kambsdali, og har vit hittu svenska kórleiðaran Robert Sunde, eins og Sigvør Laksá, ið er nevndarlimur í kórinum Eystanljóði. Og í mentanarálmanakkanum frætta vit eitt nú um Leiklistarskúla Føroya, sum MáF skipar fyri komandi vikuskifti, vit hitta samskiparan Eir í Ólavstovu og Noomi Reinert, ið hevur verið á leiklistarskúla. Eisini sigur Hanus Kamban, rithøvundur, frá um Rithøvundaháskúlan Biskops Arn í Svøríki, vit eru á listarframsýning hjá Zachariasi Heinesen, listarmanni, í Gallarí Stephanssons Húsi, og Edward Fuglø, listarmaður, sigur okkum um Sólju og Favnir , ið eru tvey nýggj prýði, ið Edward hevur designað til føroyska kvinnubúnan. Real Madrid tekur ímóti Borussia Dortmund í kvøld, og Barcelona spælir á heimavølli ímóti Bayern Munchen. Báðir dystirnir byrja klokkan 19.45 Tá tú situr yvir fyri einum skúlaflokki, skal tú ikki nýta ironi. Skal tú nýta ironi, so bert til einstaklingin, sigur Anna Dalsgaard, lærari. Nógv ættleidd børn fáa trupulleikar í barna og ungdómsárunum, tí tey hava í flestu førum havt eina øðrvísi lívsbyrjan enn onnur børn. Tí fer AElig ttleiðingarfelagið nú at arbeiða fyri at fáa eina ráðgeving setta á stovn eftir donskari skipan. Annie Heinesen, sum er nevndarlimur í AElig ttleiðingarfelagnum, grteiddi í morgun frá, hví tað hevur so stóran týdning at seta eina slíka ráðgeving á stovn. Gongd er í vakstrarætlanini fyri Sandoynna, og seinastu viku vóru Katrin Petersen, samskipari og Fríðhild Winther í Norra, fyri at kanna, hvussu smærri oyggjakommunur har gera, fyri at varðveita og helst vaksa um fólkatalið í kommununi. Morgunsendingin hevur tosað við Katrin Petersen. Hesa vikuna tosa vit um ymisk evni Eitt barnapanel úr Frískúlanum í Havn hjálpir okkum at hugleiða um spurningarnar. Dagsins evni er sálarfrøði Børn kring alt landið vóru til konsert í Norðurlandahúsinum. Jákup Weihe greiddi frá Føroyingasøgu, og var frásøgumaður. Atli Petersen hevur skrivað tónleikin til Føroysingasøgu. Hetta er árliga barnakonsert hjá Føroya Symfoniorkestri. Sakaris Stórá, filmsleikstjóri, vann í desember 2012 fyrstu almennu, føroysku filmsvirðislønina, ið er latin, fyri filmin Summarnátt . Sakaris Stórá, ið er úr Skopun, hevur nomið sær filmslistarliga útbúgving í Noregi á Nordland Kunst og Filmfagskole í Lofoten. Endaligi fráfaringarfilmur hansara var Passasjeren, sum vann heiðursløn á filmsfestivali í Reykjavík, í bólkinum Besti stuttfilmur hjá einum nýggjum leikstjóra. Um góða viku fer Sakaris undir nýggjar filmsupptøkur til komandi stuttfilmin, Vetrarmorgun. Alt hetta og meira greiðir Sakaris frá í sendingini. Írski dansibólkurin og luftakrobatarnir Fidget Feet Aerial Dance Theatre framføra Catch me . Talan er um dans í leysari luft og altjóða viðurkent nýsirkus. Sýningin Catch me byggir á ævintýrið um Reyðhettu og Úlvin. Fidget Feet bjóðar eina spenningssøgu, har Reyðhetta og Úlvurin jagstra gjøgnum luftina í endaleysum metrum av reipi. Martin Cooper kom við fyrstu fartelefonini í 1973, millum fólk nevnd múrsteinurin. Nógv er hent síðan, sigur Jóna Olsen, frá Føroya Tele. Jóna Olsen var í Góðan morgun Føroyar. Ólavur Clementsen er heiman av Sandi, men hevur ikki búð har, síðani hann í 1950 fór til Havnar at ganga á preliminerskúla. Liðugur við studentaskúlan fekk hann starv á Matrikulstovuni. Í trý ár las Ólavur á norska landbúnaðarháskúlanum í Aas. Hendan útbúgving kom væl við, tá av álvara varð farið undir útskiftingina av føroysku ognarjørðini. Ólavur hevur hesi seinastu árini skrivað mangar greinir til Kvørnina, ársritið hjá Sands Bygdafelag. Hesa vikuna fara vit at tosa um ymisk evni Eitt barnapanel úr Frískúlanum í Havn, hjálpir okkum at hugleiða um spurningarnar. Dagsins evni er politikkur. Í dag hoyra vit 3. part av bókini Nella Nefs og náttarskúlin. Unni Lindell hevur skrivað og Jákup Sørensen týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærafelags gav út í 2012. Elin á Rógvi lesur og Alexander Gaard er tøkningur. Kvinna skrivar, at tey hava verið gift í 14 ár og alt er vorðið so keðiligt. Hvussu fær hon lív í mann og hjúnarbandið aftur Hjún, sum hava verið í viðgerð fyri barnloysi, hava fingið tvær gentur. Men á Ríkissjúkrahúsinum bíða seks gitin egg. Maðurin vil hesi egg verða til livandi børn, men konan aftrar seg. Hon er sera takksom fyri báðar genturnar og helldur ikki at hon hon orkar og vil tað, sum maðurin heldur vera teirra etiska og moralska skylda mótivegis gitnu eggunum. Hvat skal hon gera Maður skrivar, at gamli abbin doyði og hann helt tað vera sjálvfylgju at 7 og 11 ára gomlu børnini skuldu síggja abban í kistuni og fylgja honum til gravar. Men tað helt konan als ikki. Hesin maðurin heldur, at hetta er avlagaður hugsunnarháttur, soleiðis at verja børnini móti hesum veruleika. Hvør hevur rætt Komandi brúður hevur fingið skelk, tí maðurin eigur stóra ogn og hann vil hava hesa ogn at vera hansara serogn. Hon kennir hetta sum satt álitisbrot og hevur mist allan hugin at giftast. Tey, sum svara eru Henrik Old, Malan Eyðunsdóttir og Hallelujasofus Hansen. Føroysk aling hevur veruliga tikið dik á seg seinastu árini, og føroyskur alilaksur telist millum heimsins besta. Men fyri at tryggja alingina í framtíðini er neyðugt við gransking, og í løtuni eru føroyingar við í fleiri granskingarverkætlanum, millum annað fyri at slóða fyri aling á opnum havi og øðrum harðbalnum støðum. Hoyr meira í Sjónarhorninum Í dag eru vit í Norðurlandahúsinum . Vit eru til barnakonsert hjá Føroya Symfoniorkestri. Jákup Weihe er frásøgumaður, og hann greiðir frá Føroyingasøgu Ákoyringarnar á landsstýrismannin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, vóru ógvusligar í tinginum í farnu viku. Høgni Hoydal legði landsstýrismannin undir at arbeiða sum best ber til, og Kristina Háfoss samanbar landsstýrismannin við Nixon forseta, sum á sinni noyddist at leggja frá sær orsakað av korrupsjón. Jacob Vestergaard fekk eisini harðar ákoyringar frá tingfólki úr sínum egna flokki. Vit spyrja, hvussu nógv tingfólk kunnu loyva sær at siga í tingunum, áðrenn talan er um beinleiðis ærumeiðing. Hoyr meira í Sjónarhorninum Eisini sigur listummælarin Kinna Poulsen okkum um várútgávu amerikanska bókmentatíðarritið The Bitter Oleander Press, ið hevur drúgva umrøðu av Tóroddi Poulsen, vit hitta bókaútgevaran John Dalsgarð frá Forlagnum Í Støplum, eins og Lars Moa, ið umsetur føroyskar bókmentir til norskt. Og í mentanarálmanakkanum frætta vit um eitt nú árligu kórstevnuna, útgávukonsertir við Guðruni Bartal, og sjónleikarbólkin Tvazz, sum í næstum fer á pall í grønlendska høvuðsstaðnum Nuuk. Jákup Zachariassen er uppvaksin í Gøtu og í Hvalba, men búsettist sum vaksin í Havn. Hann er útlærdur grafikari, og var í 17 ár leiðari av fyritøku síni, ReproZ, sum hann stovnaði í 1990. Fyri umleið seks árum síðani valdi hann at selja fyritøkuna, so hann kundi fáast við tónleik burturav. Í dag framleiðir Jákup Zachariassen fløgur við teimum best umtøktu føroysku country nøvnunum, og ferðast javnan til Nashville, har hann hevur knýtt mong tøtt vinabond við tónleikarar og framleiðarar. Danski leikurin Hate Crime verður í hesum døgum sýndur í Sjónleikarhúsinum í Havn. Tað eru Tjóðpallur Føroya og bólkurin Hils Din Mor, ið hava gjørt hetta samstarv, og fingið danska bólkin hendan vegin at sýna leikin. Tað eru Ren Benjamin Hansen og Johannes Lilleøre kendur frá eitt nú Maj amp Charlie, Anja amp Victor og Borgen , ið spæla. Hate Crime er um at vera samkyndur, um at springa út og um happing, samkynd oftani uppliva, vegna teirra kynsliga samleika. Vit vilja vita, hví teir eru í Føroyum við leikinum, hvat endamálið er, og hvussu føroyski áskoðarin hevur tikið ímóti teimum. Høganes vegurin oman fyri Toftir verður bundin í landsvegin fram við Rókalandi, millum Runavík og Toftir. Hetta eru Runavíkar og Nes kommunur komnar ásamt um. Harvið verður møguligt at koyra frá býlinginum undir Nesinum á Toftum og beinleiðis inn til Runavíkar. Nýggi íbindingarvegurin er partur av einari størri byggimáls avtalu millum kommurnurnar. Gongutúrurin í morgun var ein rættiligur havnatúrur, tí gingið varð í tí býlinginum í vesturbýnum, sum frá fyrsta degi fekk heitið Úti í Grønlandi . Frásøgukvinna var Bergljót av Skarði, sum er fødd og uppvaksin og framvegis býr Úti í Grønlandi . Í dag hoyra vit um barnakórstevnuna 2013 og stóra tiltakið, sum verður í Klaksvík leygardagin 27.apríl. Steintór Rasmussen og Rakul R Biskopstø, greiða frá. Eisini hoyra vit søguna um sangin Karin. Elin, Guðrun, Henrietta, Kristina og Annika skrivað og framføra Aftaná 21 ár, sum ov feit, skuldi vend koma í. Anna fór at venja og eta heilsugott, og trý ár seinni er hon lætnað góð 35 kilo. Í september í ár luttekur hon í Bikini Fitness kapping í Danmark, so nógv er hent síðstu tíðina fyri Onnu. Umframt lívstílsbroytingina, greiðir Anna eisini frá sínum starvi, sum fangavørður í Vestre Fængsel. Í 2009 setti kendi finlandssvenski leikstjórin Arn Henrik Blomqvist á stovn norðurlendska sjónleikarbólkin Kompani Nord , sum hevur til endamáls at skapa nýggjar og nýmótans leikir, har leiklistarligt innihald og nýmótans tøkni samstarva lið um lið. Fyrsta leikverk teirra er The Gerpla Drive ein tragikomiskur roadmovie, sum sameinir film og sjónleik. Filmsteatur rópar leikstjórin tað. Leikurin verður sýndur í Norðurlandahúsinum í kvøld, og í hesum sambandi vitja leikstjórin Arn Henrik Blomqvist Aring L og ljósmaðurin Árni Baldvinsson FO í Brunsj. Tað kostar nógv at reka oynna, og peningurin, sum kemur inn, verður ætlandi brúktur til hetta endamál. Fólkafundurin verður 15. juni. Síðani Boðanesheimið lat upp fyri sløkum hálvum ári síðani, er bíðilistin at sleppa inná røktarheim í Tórshavnar kommunu minkaður so nógv, at tað trýstið sum var á stovnarnar, er at kalla burtur. Í dag búgva 56 fólk á Boðanesheiminum og herfyri lat upp ein nýggj umlættingardeild til dement. GMF hevur vitjaði á Boðanesheiminum, har vit hittu leiðaran Jóngerð Guttesen. Í dag lesur Pætur Marjunarson Dahl søguna Stríðið um tað góða grasið. Hetta er ein myndabók, sum Bárður Oskarson hevur teknað og skrivað. Høgni Reinert Hansen ger ljóðmyndina. Tónleikarin og sangskrivarin, Jákup Eli Joensen, ið varð kendur við sangingum Vanja, greiðir frá síni tónleikaligu bakgrund og fótbóltsfjeppara upplivingum. Eisini sigur Jákup Eli frá sálarsjúkuni og niðurtúrinum, sum rakti hann í 2003. Jákup Eli greiðir frá, hvussu tað er at búgva á sambýli, og hvørjar dreymar og vónir hann hevur fyri framtíðina. Í sendingini syngur og spælir Jákup Eli ein av sínum sangum. Elin fer á vitjan í Dansifrøi, har hon millum annað spyr Petur Petersen og Mads Winther, hví teimum dáma væl at dansa, hvør kann læra at dansa, og hví so nógvir menn ikki vilja ella møguliga ikki tora at læra at dansa. Petur og Mads greiða eisini frá Dansistevnuni, ið verður hildin leygardagin í Norðurlandahúsinum. Tað var í leiklutinum sum Heródes, í sangleikinum Jesus Christ Superstar, at Mike veruliga vísti føroyingum síni kynstur sum sjónleikari og sangari. Síðani hevur hann spælt við ymsum bólkum, givið stakfløgu út í egnum navni, og í heyst spældi hann framtraðkandi leiklutin sum tann sjálvglaði umboðsmaðurin, Álvur á Lofti í sangleikinum Audition. Í kvøld framførir Mike í Perluni í havn, sum partur av bólkinum Ma másita, ið eisini spæliur ein sang beinleiðis í sendingini. Í morgin, leygardagin tann 20. apríl, skipar bólkurin 420 Hampafólk fyri almennum mótmælistiltaki á Speakers Corner í havn. Arnfinn Á Birtuni, ein av stigtakarunum, greiðir frá bólkinum og endamálinum við tiltakinum. Hetta er beinleiðis úrslit av umfatandi kanningini, sum gjørd er av føroyskum børnum. Jónrit Halling á deildini fyri almannaheilsu er í løtuni við at granska hvaðani hesi perflouriserandi evnini koma frá. Og føroysku granskararnir Bjørg Mikkelsen frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og Maria Dam frá Umhvørvisstovuni hava saman við svenskum granskarum júst almannakunngjørt í altjóða tíðarritum eina kanning av innihaldinum av hesum evnum í føroyskum vatni og mati. Spurnartekn verða nú sett við, um markvirðini fyri sokallaða perfluoriserað evni ikki eru alt ov høgt sett. Tað er danski granskarin Philippe GrandJean, sum nú setir spurningin viðvíkjandi markvirðinum í altjóða vísindatíðarritinum Enviromental Health í síðstu viku. Ávirkar mótstøðuevnini Grandjean byggir sínar útsøgnir á tey granskingarúrslit, sum deildin fyri almannaheilsu hevur gjørt av føroyskum børnum. Granskararnir hava í kanningararbeiðinum staðfest, at innihaldið av sokallaðum PFC evnum tað eru hesi perflouriserandi evnini hava ávirkan á okkara immunskipan. Og hetta er ikki ein serføroyskur trupulleiki. Trupulleikin er, at hesi perflouriserandi evnini taka virknaðin frá koppsetingunum móti stívkrampa og difteri. Men tað er ikki so lætt at sleppa undan hesum evnum, tí tey finnast so at siga allastaðni. Serliga verða tey brúkt til at impregnera klæði við, so at vatn ikki rínir at. Eisini verða evnini brúkt eitt nú á pitsa bakkum og øðrum. Markvirði kanska ov høgt Spurnartekn verða nú sett við, um markvirðini fyri perflouriserandi evni eru ov høgt sett. Danski granskarin Phillippe Grandjean heldur, at markvirðið skuldi verið sett niður munandi. Danski umhvørvismálaráðharrin, Ida Auken vildi í síðstu viku ikki gera viðmerking til nýggju upplýsingarnar, men segði við Politiken, at hon fór at taka málið upp í ES samanhangi. Karin Kass er leiðari á Sjóndeplinum, sum í ár fyllir 25 ár. Í hesum sambandi skipa tey fyri ymiskum tiltøkum alt árið. Sjálv hevur Karin verður leiðari har seinastu 19 árini, men hvør er avbjóðingin í einum slíkum starvi sum hesum Karin Kass var gestur í Morgunsendingini í morgun Í ár er ætlanin at skifta øll skeltini í Sandoynni. Ferðsluskeltini eru longu skift, og eisini er stovnurin farin undir at skifta út skelti til ferðafólkaleiðir sonevndar sóljuleiðir . Til dømis gamla farleiðin um Hestin, um Hovsegg, um Eiðisskarð, Oyggjarvegin og so framvegis. Harafturat verða nøkur skelti á høvuðsvegakervinum skift, eins og øll veganumrini á verandi skeltum verða dagførd. Heina Eysturoy, leiðari á deildini fyri infrakervi hjá Landsverki, vitjar Góðan morgun Føroyar Í dag hoyra vit, hvørji vinna talentkappingina, sum er fyri í børn í 3. 7. flokk. Finalan var á Margarinfabrikkini fríggjadagin 19. apríl. Vinnarar vóru Victoria á Lakjuni í Klaksvík og Eva Justinusen í Hoyvík. JFK hevur hevur biðið Fiskimálaráðið um loyva sær at fáa eitt størri línuskip í flotan, sum er egnað at fiska á Flemish Cap men til fanýtis. Alex Sólstein lærdi at spæla violin hjá Eriki Petersen og spældi síðani við Tórshavnar Musikkskúla. Í 30 ár hevur hann nú verið ein av monnunum aftanfyri Føroya Symfoniorkestur. Sum skúlamaður var hann í mong ár limur í lesiætlanarnevndini fyri fólkaskúlan. Eitt skifti var hann eisini leiðari fyri framhaldsútbúgvingini hjá fólkaskúlalærarum. Eisini sum pensjonistur hevur hann havt úr at gera við tónleiki, týðingum, Klaksvíkar Musikkskúla, Klaksvíkar Hornorkestri og sum ferðaleiðari, serliga til London, men eisini til Paris, Stettin og Berlin. Í dag hoyra vit 1.part av bókini Nella Nefs og náttarskúlin. Unni Lindell hevur skrivað og Jákup Sørensen týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærafelags gav út í 2012. Elin á Rógvi lesur og Alexander Gaard er tøkningur. Eg var ótrúgvur móti konu míni á uttanlandsferð herfyri. Talan var um eina einstaka hending, men skal eg siga tað fyri konu míni Nakað soleiðis spyr ein lurtari gestirnar í Also, sum ikki eru á einum máli um, hvat er rættast at gera. Hinir spurningar í Also hesaferð eru Hvussu sigur tú við ein starvsfelaga, at viðkomandi luktar illa Hvussu sigi eg við mína vinkonu, at hon er farin at uppføra seg sum ein tannáringur aftur Og hvat skulu sjómenn gera, sum hava varnast, at ein skipsfelagi roynir eftir makunum hjá hinum, meðan teir eru burturstaddir, og hann er heima Gestirnir hesaferð eru Kristian Martin Petersen, Durita Nolsøe og Sofus Hansen. Hoyr sendingina her. Keypsprísurin er 54 milliónir krónur, og harvið er prísurin á samlaða virkseminum hjá Marine Harvest Faroes ásettur til 200 milliónir krónur. Í alilógini eru avmarkingar fyri, hvussu stóran part av alivinnuni eitt einstakt felag kann eiga, men tað hevur ikki týdning í hesum førinum, tí Bakkafrost verður minnilutaeigari í Marine Harvest Faroes, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti. Bakkafrost hevur gjørt risastórar íløgur seinastu árini. Tað eru alt íløgur sum leiðslan í Bakkafrost heldur vera rættar og neyðugar, fyri at reka virksemið so skynsamt sum møguligt, sigur Regin Jacobsen, stjóri. Og eru aðrar skilagóðar íløgur, so verða tær eisini gjørdar, sigur hann. Í alilógini stendur, ein eingin einstakur eigari, kann eiga meir enn eitt vist av alivinnuni, og tí virka feløgini eftir. Men hevði Regin Jacobsen sloppið at orða alilógina, so hevði orðingin veriðøðrvísi, sigur hann. Hoyr samrøðuna við stjóran í Bakkafrost Í dag eru vit í Margarinfabrikkini í Havn til undankappingina Talent 2013. Beinir Troest er í Studio Bloch í Havn, og spælir nýggja fløgu inn. Hann greiðir frá og vit hoyra brot úr upptøkum. Síðani eru vit á barnakonsert í Norðurlandahúsinum hjá Føroya Symfoniorkestri. Børn av Sandi greiða frá og vit hoyra brot úr konsertini. Ein rúgva av føroyskum gentum eru farnar til Danmarkar á konsert hjá Justin Bieber. Vit ringja til Tóru í Stórustovu, sum eisini er farin til Keypmannahavnar. At enda fer Jákup Sørensen at greiða frá framhaldssøguni, sum verður at hoyra sunnumorgnar í Barnaútvarpinum. Søguna hevur Jákup Sørensen týtt til føroyskt, og tað er bókin Nella Nefs og náttarskúlin, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út. Unni Lindell skrivaði. Elin á Rógvi lesur. Tað almenna átti at tikið stig til at fingið telduforrit týdd til føroyskt, sigur Hilmar Augustinussen, sum av sínum eintingum hevur týtt forritið Skype til føroyskt. Hilmar sigur eisini, at Microsoft hevur sent fyrispurning til Mentamalaráðið um hesar trupuleikar, men Microsoft fekk einki svar. Hilmar Augustinussen var í Góðan morgun Føroyar. Hoyr samrøðuna her. Fyri nøkrum árum síðani tók tað trý ár at gera, nú tekur tað bara ein dag. Vit tosa um at fotografera allar Føroyar. Í næsta mánaða vera nýggjar loftsmyndir tiknar av Føroyum. Tað er Stein Fossá, sum er deildarleiðari á Umhvørvisstovuni, sum tekur sær av hesi fotoflúgvingini, og hann hava vit verið og tosa við. Hesa vikuna fara vit at tosa um heimspeki, og nakrar spurningar, sum heimspeki, tekst við. Eitt barnapanel úr Frískúlanum í Havn, hjálpir okkum at hugleiða um spurningarnar. Dagsins evni er samfelagsfrøði Havrógvarin, Livar Nysted, skal nú rógva um indiska havið. Eydnast tað, er hetta triðja havið, sum 40 ára gamli rógvarin úr Hvannasundi rør um. Hoyr hann greiða frá, hvussu hendan ferðin er komin í lag, hvussu tað er at rógva tvørtur um hav, og eisini eitt sindur um listamáling, sum Livar ger nógv við í síni frítíð. Hvat er mentan Mentan er so nógv. Men kanska er mentan fyrst og fremst tað, sum ger munin millum okkum og djórini. Mentan er tað, sum lyftir okkum upp til at vera annað og meira enn bara okkara náttúra. Stutt sagt Mentan ger okkum til menniskju. Tað sigur Elin Brimheim Heinesen, sum seinni í sendingini greiðir frá síni áskoðan á mentan og list. Næsta mánadag vera tað fýra vikur síðani Annika Jakobsen, sum arbeiðir sum lærari á einum fólkaskúla í Horsens, var send til hús saman við sínum starvsfeløgum. Ein arbeiðsósemja millum danska lærarafelagið og arbeiðsgevaran hjá lærarunum, Kommunernes landsforening, dregur út, og ongin loysn tykist vera í eygjsón. Vit hava ringt til Anniku í Horsens. Fyrrverandi ábyrgdarblaðstjórin á Politiken, Herbert Pundik, hevur livað eitt hendingarríkt lív. Hann hevur verið journalistur, altjóða korrespondentur kring allan heim, blaðstjóri og spiónur fyri ísraelsku fregnartænastuna Mossad stundum samstundis. Hvat hevur 85 ára gamli maðurin lært av sínum dramatiska lívi Hví finst hann so hvassliga at førda politikkinum hjá Ísrael Og er hann dapurskygdur ella bjartskygdur, tá hann skoðar inn í 21. øld Martin Krasnik umboðar eitt annað jødiskt ættarlið. Hvassi korrespondenturin fyri Weekendavísina og umstríddi sjónvarpsverturin á DR og TV2 telist millum fremstu uttanríkispolitisku viðmerkjarar í ríkinum. Hví heldur hann, at eitt álop á Iran kann gerast neyðugt Hví hevur hann umskorið sín son, hóast hann kallar seg gudloysing Hví er hann vónbrotin av Obama Og hví elskar hann Jerusalem Tiltakið verður fríggjakvøldið 3. mai kl. 20 á hotel Føroyum Tað gjørdi landsstýrismaðurin við vinnumálum greitt í tinginum í gjár, tá hann svaraði einum munnligum fyrispurningi frá Hendriki Old hesum viðvíkjandi. Hann legði afturat, at verður talan um at eigararnir av alingini í Suðuroynni umhugsa at flyta laksin, so vil landsstýrismaðurin syrgja fyri at hetta verður steðgað. Í sendingini hitta vit Kim Simonsen, sum greiðir frá, hvat tað er, hann hevur granskað í seinastu árini. Ein gransking, ið júst nú fyriliggur sum ein 328 síður Ph.D. ritgerð frá Roskilde Universiteti. Bókin skal útgevast á altjóða forlagi í Amsterdam New York. Kim Simonsen er høvundur og mag.art. í norðurlendskum bókmentum frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Í desember 2012 vardi hann sína Ph.D. í bókmentum frá Roskilde Universitet. Vegleiðarar vóru professarin Anette Warring frá Roskilde Universitet og professarin Svend Erik Larsen frá rhus Universitet. Kim, sum eisini er høvundur, hevur áhuga í mentanarligari nationalismu, migration og minnismentan í mun til bókmentir. Hann hevur serliga haft áhuga fyri evropeiskum ferðabókmentum, minnismentan, imagologi, gransking í stað og cultural transfer. Út frá hesum hevur hann granskað, hvussu ein tjóð tekur seg fram, í mun til hvat onnur skriva um hana. Sum eina case hevur hann granskað týskar, enskar, franskar v.m. ferðafrásagnir um Ísland og Føroyar frá 1600 1891. Í lesikrókinum í morgun hitta vit Jenny Petersen, sum lesur nógvar skaldsøgur, men eisini barna og ungdómsbøkur. Í løtuni er tað kendi norski rithøvundurin Karl Ove Knausgaard, sum fyllir nógv á náttborðinum. Hesa vikuna fara vit at tosa um heimspeki, og nakrar spurningar, sum heimspeki, tekst við. Eitt barnapanel úr Frískúlanum í Havn, hjálpir okkum at hugleiða um spurningarnar. Dagsins evni er ontologi ella tilverufrøði Í 2012 fekk Kvinnuhúsið í Havn 624 áheitanir um hjálp av ymsum slag, 331 snúðu seg um beinleiðis harðskap. 55 kvinnur við útlendskum uppruna vendu sær eisini til Kvinnuhúsið. Hetta sama tíðarskeiðið gistu 15 kvinnur og 6 børn í Kvinnuhúsinum. Vit spyrja millum annað, hvussu hesar kvinnur eru fyri sinnisliga, hvussu Kvinnuhúsið kann hjálpa teimum, og hvussu tær kunnu koma víðari í lívinum. Hoyrið meira í Sjónarhorninum 30. apríl í 2012 lovaði landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum at finna alternativa fígging til nýtt havrannsóknarskip. Men tað eydnaðist honum kortini ikki, og enn er nýggja havrannsóknarskipið ikki komið longur enn til tekningarnar og eina lidna verkætlan. Nú ætlar landsstýrismaðurin, at privatir skulu taka sær av skipinum. Hoyrið meira í Sjónarhorninum Landsstýrið bíðar eftir útspælinum frá ES um handilsbann afturfyri sildakvotuna. Løgmaður hevur ongar ætlanir um at gera nakað við hóttanirnar frá ES, fyrr enn vit fáa eitt hoyringsskriv at svara uppá. Løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, sigur, at ES hevur hótt fyrr, og hann sær onga orsøk til at seta nøkur verjutiltøk í verk, fyrr enn ES hevur spælt út. Mánadagin segði ES fiskivinnukommisserurin, Maria Damanaki, at ES hevur sett gongd á arbeiðið at seta handilsfgorðingar í verk móti Føroyum afturfyri at vit hava ásett eina størri sildakvotu enn hini strandalondini meta okkum hava rætt til. Makrelurin fær frið Maria Damanaki svaraði einum fyrispurningi frá írska tingliminum, Pat de Coop Callager. Hann spurdi, um ES fer at revsa Føroyar og Ísland, tí londini hava ásett sína egnu kvotu av makreli, sum er væl hægri enn hini strandalondini meta, at føroyingar og íslendingar hava rætt til. Sum skiltist á svarinum hjá Damanaki, so eru ongar revsiatgerðir á veg viðvíkjandi makrelinum. Damanaki segði, at tvey týdningarmikil atlit skulu takast, og tey eru lógargrundarlagið og so sjálv timingin. Hon nevndi ikki nágreiniliga, hvat hon meinti við lógargrundarlagið, men tað tykist vera greitt, at ES illa kann seta revsiatgerðir í verk móti Føroyum orsakað av makrelkvotuni, tí ES ikki sjálvt fiskar burðardygt. Viðvíkjjandi timingini sigur Damanaki, at val er í Íslandi í næstum, og at ES ikki vil ávirka valtilgongdina í Íslandi. Men tá tað kemur til sildakvotuna, sigur Damanaki, at ES nevndin nú hevur sett gongd á mannagongdina at seta í verk handilsrevsiatgerðir móti Føroyum. Robert McBirnie, sum rundar tey 70 seinni í ár, er útbúgvin lærari. Hann hevur eisini verið sjóðmaður og virkin innan ítrótt, men tað er serliga sum tónleikara, sangara og undirhaldari vit føroyimgar kenna hann best. Hóast hann er farin frá sum lærari, er hann enn sera virkin innan tónleik og undirhald, og hevur fleiri framførðslur á skránni komandi vikurnar. Í sendingini greiðir Robert McBirnie millum annað frá upplivingum sínum sum sangari í Faroe Boys í 60 39 unum, umframt tí, sum liggur fyri framman. Løgmaður leggur onki í, at 40 prosent av fólkinum ikki hevur álit á landsins stýri. Hann ætlar sær onki at gera, fyri at fáa fólk at broyta hugsan um landsins leiðslu. Kanningin, sum Fólkaheilsuráðið herfyri gjørdi, vísir, at 46 prosent siga seg hava álit á landsins stýri, meðan 40 prosent siga, at tey ikki hava álit á teimum stýrandi. Hesa vikuna fara vit at tosa um heimspeki, og nakrar spurningar, sum heimspeki, tekst við. Eitt barnapanel úr Frískúlanum í Havn, hjálpir okkum at hugleiða um spurningarnar. Dagsins evni er estetikkur ella fagurfrøði Laura Joensen, sjónleikari og leikstjóri, Pætur Marjunarson Dahl, heimsspekingur, og Tóra Petersen, sálarfrøðingur, ummæla nýskrivaða leikin quot Myrkursins børn quot eftir Súsonnu Tórgarð. Vit fáa seinra part av samrøðuni við Olaf Johannesen, sjónleikara, her Olaf eitt nú nemur við hvussu sjónleikur hevur tað í Føroyum í dag, eins og hvønn týdning eitt tjóðleikhús við øllum hentleikum fer at fáa fyri føroyska samfelagið. Eisini hitta vit heimskenda danska arkitektin Bjarke Ingels, sum sigur okkum hvat hann hevur lagt dent á, tá hann teknaði Marknagilsdepilin. Í einari seinri In Mente sending fáa vit eina longri samrøðu við Bjarka Ingels. Mikudagin 8. mai verður Norðurlandahúsið 30 ár, og hesaferð hoyra vit um nakrar minniligar løtur, fólk hava havt í Norðurlandahúsinum. Vit kenna hana best, sum kostserfrøðing og eigara av venjingarmiðstøð, men lívið hevur ikki altíð verið eins lætt, og tað er í dag. Tá Jana var tannáringur, hevði hon sera álvarsamt etingarólag, og vigaði ikki meira enn 32 kilo. Hvussu hendan tíðin var, hvussu Jana kom fyri seg, og hvussu etingarólagið ávirkar hana ídag, greiðir Jana frá. Eisini prátar hon um lívið, sum sjálvstøðug vinnurekandi, og hvussu er at vera fimti og støk. Spurningurin Havi ein spurning ella evni, sum tað hevði glett meg um tú kundi sagt okkurt um. Vit eiga eitt barn, sum gongur í 4. flokki. Ofta kemur barnið heim úr skúla, frustrerað av at tann eini lærarin, sum barnið sjálvt sigur, bara tvætlar ella sigur ting, sum ikki passa . Tá vit spyrja inn til, skilja vit, at tað lærarin ger, er partvíst at vera ironiskur í samskiftinum við børnini og partvíst at leggja so stóran dent á sjálvur at vera stuttligur, at børnini ofta ikki føla seg tikin í álvara. Frustratiónin er tvídeild. Í fyrsta lagi skilir barnið ofta ikki ironiina og kemur heim og og spyr okkum, hvat lærarin meinar við og hví hann sigur soleiðis.Í øðrum lagi verður barnið kett av, tá tað verður tvætlað ov nógv í undirvísingini. Barnið hevur stóran áhuga í evninum, sum lærarin undirvísir í og hevur ilt við at skilja, hví lærarin ikki tekur lærugreinina í størri álvara. Vit hava tosa við læraran um hvat okkara barn upplivir. Lærarin verjir sín undirvísingarhátt, og sigur at tað eru vit og okkara barn sum seta ov stór krøv til fakligu úrtøkuna úr undirvísingini. Hvat heldur tú Er tað góður pedagogikkur at nýta ironi og spæla komediu Eru vit órímilig Um ikki, hvat kunnu vit so gera meira, enn vit hava gjørt tosa við læraran Anna Dalsgaard, lærari svarar spurninginum í Góðan Morgun Føroyar Afturfyri sleppa skipini heldur ikki av landinum við seinasta fjórðinginum, sum tey hava havt loyvi til. Talan er um skipini sum fiska botnfisk undir Føroyum og Íslandi. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður fer ein av fyrstu døgunum at lýsa broyttu kunngerðina. Ein av broytingunum verður, at skip sum fiska botnfisk, als ikki sleppa av landinum at selja fiskin. Gevur broytta kunngerðin so nakra meining, spyrja vit landsstýrismannin. Fiskivinnuráðið tekur undir við at kunngerðin verður broytt, so skip ikki longur verða tvingað at selja meginpartin um uppboðssølu. Men fakfeløgini hava mótmælt ætlanini, tí tað fer at minka enn meir um lítla virksemið á fiskavirkjunum, siga tey Frá 1. september kemur núgaldandi kunngerð í gildi aftur, um onnur stig ikki verða tikin, sigur landsstýrismaðurin. Súsanna Skylv luttekur í Hartz adventure race, sum verður hildið í Týsklandi 19. til 21. apríl. Hetta er kapping í ekstremítrótti. Tey skulu súkkla, renna, svimja, rógva kajak, klatra og síða í umleið 30 tímar. Hesar seinastu dagarnar hava fleiri útlendskir journalistar og kokkar vitja her. Tað er fyritøkan Solea, sum hevur fingið útlendingarnar hendavegin,og endamálið við túrinum er at varpa ljós á føroyska rávøru og gourmet mat, sum so skal fáa útlendingar at ferðast hendavegin. Ein teirra sum hevur fingið hesa vitjanina í lag er Elsa Maria Holm Olsen, sum eisini er ein partur av fyritøkuni Solea Eitt slíkt tiltak var eisini í fjør, men hvussu var umrøðan uttanlands og setti hetta okkum á nakran bredda Í útvarpsstovuna í morgun vóru komnar Elsa Maria Olsen, sum fyrireikar hesar gourmet dagarnar og Súsanna Sørensen ráðgevari í Ferðaráð Føroya. Hesa vikuna fara vit at tosa um heimspeki, og nakrar spurningar, sum heimspeki, tekst við. Eitt barnapanel úr Frískúlanum í Havn, hjálpir okkum at hugleiða um spurningarnar. Dagsins evni er pistemologi ella sannkenning Fyrstu árini í Havn búði Alex Sólstein hjá skyldfólki úr Horni og lærdi at spæla violin hjá Eriki Petersen. Eftir studentsprógvið fór hann á læraraskúla. So fáir næmingar vóru har um tað mundið, at fólk við studentsprógvi kundu taka læraraprógv eftir tveimum árum við nøkrum eykalærugreinum. Haðani fór hann til Klaksvíkar at undirvísa. Tvey ár miðskeiðis í fimmtiárunum var Alex á Læraraháskúlanum í Danmark og fekk sær víðari útbúgving í máli og sangi. Í 1961 varð hann skúlastjóri fyri stundum 1000 næmingum og 50 læraranum. Jón Tyril greiðir frá søguni handan G festivalin, og hvørjar ætlanir liggja fyri framman. Leygardagin lat nýggja venjingarmiðstøðin Tvørmegi upp í M.A. Winthersgøtu í Havn. Vit fara á vitjan, og spyja teir tríggjar eigararnar Heina Hátún, Marjuna Persson og Snorra Patursson hvat tvørmegi er, hví tey velja at lata tílíkta venjingarmiðstøð upp, og um tørvur er á enn eini venjingarmiðstøð í høvuðsstaðnum. Í Norðurstreymoyar prestgjalda vilja tey ikki finna seg í at ein prestur skal hava tvey prestagjøld, og tí hevur bispur í fyrsta umfari tikið lýsingina aftur. Verður lýst á sama hátt sum frammanundan, so hava vit ein trupulleika. Tað sigur kirkjuráðslimurin í Vestmanaa, Agnar Nielsen. Agnar Nielsen, er limur í kirkjuráðnum í Vestmanna, sum er eitt av ráðunum, ið er misnøgt við lýsingina eftir presti til Norðstreymoyar og Vága prestagjald. Tað var fríggjadagin, at biskupur tók lýsingina eftir presti til hesi prestagjøldini aftur. Orsøkin til hetta óvanliga stigið er sambært skrivi frá bispi, at kirkjuráðslimir hava ymiska fatan av, hvør eigur at innstilla prestin. Sjónleikurin Myrkursins børn, sum var framførdur fyri fyrstu ferð leygarkvøldið á Tjóðpallinum, hevur Súsanna Tórgarð bæði skrivað og leikstjórnað. Súsanna, sum hevur verið virkin innan sjónleik og undirhald hesi seinastu 23 árini, var gestur í Morgunsendingini í morgun Vanligt er at skriva minningarorð í bløðunum. Men við Facebook er nýggj siðvenja komin. Alt fleiri skriva á veggin hjá tí, sum deyður er. Skal mann steingja profilin við tað sama, ella loyva fólkið at skriva sínar tankar og heilsanir eina tíð áftaná andlátið. Og so eru tað foreldur, sum siga seg vera kirkjufólk og tí ikki vilja lova dóttrini at fara til Zarepta á summarlegu, tí tey óttast at gentan verður ávirkað øvugtan veg og ikki vil konfirmerast. Kvinna skrivar um mannin hjá sær, sum av og verður firtin ella gronutur, og sum tigur hana í hel hvat skal hon gera ella hevur panelið nøkur ráð til mannin, sum á henda hátt oyðileggur konuna. Og so eru tað nakrar verkonur, sum hava happað aðra verkonu útav nálini. Tær eru avdúkaðar í hesi ráðagerðini og eina svigarinnan er nú sera illa plágað av ringari samvitsku. Hon vil fegin biðja um umbering, men hvussu skal hon bera seg at. Hoyrið hvat Henrik Old, Malan Eyðunsdóttir og Hallelujasofus Hansen siga til hesar ymsu spurningarnar Hesa vikuna fara vit at tosa um heimspeki, og nakrar spurningar, sum heimspeki, tekst við. Eitt barnapanel úr Frískúlanum í Havn, hjálpir okkum at hugleiða um spunringarnar. Dagsins evni er moralur. Tað staðfestir leiðarin á psykiatriska deplinum, Tórmóður Stórá. Fríggjadagin vísti formaðurin í kommunulæknafelagnum annars frá sær, at tað eru kommunulæknarnir, sum útskriva Ritalinið, ið eigur at verða brúkt fyri ADHD, men sum eisini verður selt sum rúsevni Hagtøl vísa, at frá 2005 til 2011 er talið á teimum, sum fáa Ritalin útskrivað frá lækna, næstan fimmfaldað, og nøgdin av Ritalini tíggjufaldað. Nógv bendir á, at øktu útskrivingarnar síggjast aftur á svarta marknaðinum. Rítalin kann nevniliga eisini brúkast sum rúsevni, og tað verður selt ólógliga sum slíkt. Hoyr innsløgini frá fríggjadegnum her Ritalin endar á gøtuni í Føroyum Geva ikki ritalin til føroyingar Vanligt er at skriva minningarorð í bløðunum. Men við Facebook er nýggj siðvenja komin. Alt fleiri skriva á veggin hjá tí, sum deyður er. Skal man steingja profilin alt fyri eitt, ella loyva fólki at skriva sínar tankar og heilsanir eina tíð aftaná andlátið Og so eru tað foreldur, sum siga seg vera kirkjufólk og tí ikki vilja lova dóttrini at fara til Zarepta á summarlegu, tí tey óttast, at gentan verður ávirkað øvugtan veg og ikki vil konfirmerast. Kvinna skrivar um mannin hjá sær, sum av og verður firtin ella gronutur, og sum tigur hana í hel. Hvat skal hon gera ella hevur panelið nøkur ráð til mannin, sum á henda hátt quot oyðileggur quot konuna Nakrar vinkonur eru, ið hava happað aðra verkonu quot út av nálini quot . Tær eru avdúkaðar í hesi ráðagerðini og eina svigarinnan er nú sera illa plágað av ringari samvitsku. Hon vil fegin biðja um umbering, men hvussu skal hon bera seg at Í dag hoyra vit samlaðu framførsluna, sum var í Norðurlandahúsinum. Elin á Rógvi skrivaði og leiktsjórnaði. Hilmar Joensen, eigur hugskotið. Ann.Mari av Skarði er samskipari. Gunn Reginsdóttii Joensen lærdi tey at dansa. Leif Hansen lærdi tey at syngja í kóri. Angelika Nielsen stjórnaði orkestrinum og Petur Mohr Reinert stílaði fyri rokkorkestrinum. Jón Svein Heinesen var tøkningur Gestur í sendingini er Urd Johannesen, varðastjóri og verkætlanarleiðari í Norðurlandahúsinum. Í sendingini greiðir Urd frá lívsleið síni, líka frá uppvøkstrinum á Glyvrum og framm til dagin í dag. Eisini verður práta um tey mongu tiltøkini, sum eru sett á skránna, í samband við at Norðurlandahúsið fyllir 30 ár tann 8. maj. Hvat er ein Body Control Pilates master Trainer Hvussu arbeiðir hann Hvussu hjálpir hann fólki Og hvussu hjálpir pilates ímóti eitt nú strongd Vit spyrja Honna J. Dalsgarð, sum dagliga undirvísir í nøkrum hon kallar, The art of Stress Reduction and Meditation, sum føroyingar fáa høvið at royna seinni í ár. Tað sigur formaðurin í kommunulæknafelagnum, Marjus Dam. Herfyri sendi landslæknin annars kommunulæknunum skriv, har hann gav teimum boð um, ikki at útskriva ritalin, men at senda sjúklingin til serlækna. Ritalin verður útskrivað fyri ADHD, ið er eitt slag av sinnisligum ólagi. Og úttskrivingarnar av Ritalini eru fleirfaldaðar seinastu árini. Hagtøl frá apoteksverkinum vísa, at frá 2005 til 2011 er talið á teimum, sum fáa Ritalin útskrivað frá lækna, næstan fimmfaldað, og nøgdin av Ritalini er næstan tíggjufaldað. Fleiri útskrivingar av Ritalini hava við sær fleiri brúkarar, og tessvegna er meiri av hesum heilivági millum fólk. Hetta ljóðar kanska ikki heilt galið, men tá ið man jú eisini kann brúka Ritalin at rúsa seg við, so er eisini áhugi eftir Ritalini á gøtuni, hóast tað er ólógligt rúsevni. Hoyr innslagið har samrøða eisini er við løgreglumann um trupulleikan við ritalin á gøtuni. Norðoyustevnukabarettin verður framførd 31. mai og 1. og 2. juni. Leikarar eru, Jacob Haugaard, Jákup Weyhe, Sjúrður Skaale, Rudolf Joensen, Hilmar Jan Hansen, Mariann Hansen, Jákup Bernhard Brim og Høgni Olsen. Tað er bólkurin Showmenn, sum standa fyri tónleikinum Seinastu 2 árini hevur Beinir verið sangari og gittarspælari í Kulum Rótum. Í hesum tíðarskeiði hava tey latið tvær fløgur úr hondum. Á seinastu útgávuni vóru tveir sangir, sum Beinir hevur gjørt. Heitislagið Vov vov, sum er sera væl umtókt millum børn í Føroyum, gjørdu Beinir og børnini í Kulum Rótum eisini. Beinir er somuleiðis sangari og gittarspælari í Óvita Blues Band, sum spælir blues tónleik hjá kendum tónleikarum úti í heimi. Umframt at verða á palli við nevndu bólkum, framførir Beinir javnan sínar egnu sangir einsamallur við kassagittara. Nú spælir Beinir beinleiðis í morgunsendingini. Hvør er munurin á okkum kvinnum og monnum Er nakar munur yvirhøvur Og hvørjar eru mest vanligu konfliktirnar millum kvinnu og mann í parlagi hjúnarbandi Parráðgevin Turið Horn greiðir frá, og svarar sms spurningum og viðmerkingum frá lurtarum. Vit tosa eisini við songkvinnuna Lindu Andrews, sum í hesum døgum útgevur stakfløguna Tears. Eisini spyrja vit Lindu, hvat henni dámdi ársins X Factor sendingina. Hósdagskappingin er eisini á skránni ídag. Andrias Høgenni, sum hevur gjørt fleiri stuttfilmar, hevur fingið 100.000 krónur til eina filmsverkæltan, har hann ætlar at gera ein film um menn sum eru vorðnir neyðtiknir. Andrias sum lesur í Odense, fekk hugskotið til filmin tá hann hoyrdi um eina neyðtøku í Havn Í dag hoyra vit fjórða part av leikinum Hvør er kongur í Kongagøtu. Næmingar í Tórshavnar Kommunuskúla framføra. Elin á Rógvi skrivaði og leikstjórnaði. Jón Svein Heinesen var tøkningur Tað var í gjár at tað kom fram her í Kringvarpinum, at seinastu føroysku alisílini nú verða dripin. Sílini ganga á vøtnunum í Vestmanna og skulu út á sjógv. Men ongin sjógvalari hevur áhuga í sílunum, tí føroyingar ala í dag bara laks. Og tað er stórt spell helt ein av fyrstu føroysku sílaalarunum, Jákup á Lag. Fiskaaling er almenna felagið í Føroyum, sum fæst við at granska og menna alivinnuna. Men har sigur stjórin, Kristian Petersen, at tað er lítið sannlíkt at Fiskaaling fer at gera nakað fyri at bjarga sílunum. Heldur ikki hjá stórstu privatu fyritøkuni, Bakkafrost, er áhugi fyri at varðveita nøkur av seinastu føroysku sílunum, sum í hesum døgum verða slaktað. Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost sigur, at avgerðin um at avtaka føroysku sílini varð tikin fyri tveimum árum síðani. Regin Jacobsen ivast eisini í genetiska tilfarinum í sílunum. Innannøring ger, at tey helst ikki eru egnað til lívfisk, heldur hann. Ein av góðveðursdøgunum koyrdu vit til Fuglafjarðar at hitta listamannin Helga Midjord. Avtalað var at tosa breitt um Helgasa list, millum annað málningarnar og tónleikin. Hansara eyðkenni í málningarlistini er tann sera djúpi liturin, ið kann geva einum kensluna av botnloysi ella ævinleika. Tónleikurin stingur eisini djúpt, men leggjast skal afturat, at sólin og tað bjarta hava stóra rúmd í øllum listagreinunum Helga Midjords. Í fjør gav Helgi út fløguna Um Gáttina, ið varð tikin upp í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Høvuðstónleikarar vóru umframt Helga sjálvan, Finnur Hansen, Edvard N. Debess, Uni R. Debess, og Rúni W. Højgaard, men eisini aðrir vóru við. Trý løg frá Um Gáttina eru at hoyra í innslagnum, umframt eitt annað stutt lagbrot. Gerandisliga leiðir Hilmar Augustinussen KT arbeiði, men enn hava løttu teldurnar ikki vunnið á góðu, gomlu bókini úr pappíri. Hilmar lesur fyrst og fremst spenningssøgur á enskum. Hoyr her Tað kunngjørdi Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í skúlamálum, í løgtinginum í døgurðatímanum í gjár. Landsstýrið hevur arbeitt við eini ætlan um at lata sjey, átta ella níggju kommunum fólkaskúlan at umsita. Men av tí at ætlaða kommunusamanleggingin varð av ongum eftir fólkaatkvøðuna fyri skjótt einum ári síðani, er hesin møguleikin ikki til longur, sigur Bjørn Kalsø. Men tað er ikki tað sama sum, at landsstýrið einki ger við fólkaskúlan tað, sum eftir er av valskeiðinum. Færri pengar Sambært játtanarkarminum og búskaparfrágreiðingini hjá Fíggjarmálaráðnum fær fólkaskúlin færri pengar næstu árini, nakrar milliónir. Bjørn Kalsø brúkar ikki orðið sparing men tillaging Skúlabørnini eru vorðin færri, ein heilan árgang færri síðani 2004. Úrslitið verður færri og størri flokkar. Innskrivingin til fyrsta flokk í fólkaskúlanum verður broytt fyri at sleppa undan smáum flokkum. Broytingar koma ikki í ár, tí innskrivingin til skúlaárið 2013 2014 er liðug. Mánadagin andaðist fyrrverandi bretski forsætisráðharrin, Margaret Thatcher. Thatcher var kend fyri sína beinhørðu framferð í politikki. Nøkur elskaðu hana, meðan onnur hataðu hana. Vit fara at tosa um hendan umstrídda enska politikaran. Hoyr meira í Sjónarhorninum Leingi høvdu vit Føroya kommunufelag, sum var felagsskapur hjá flestu kommununum í Føroyum. Men í 1999 stovnaðu stóru kommunurnar Kommunusamskipan Føroya. Í byrjanini vóru 6 kommunur í nýggja felagnum, men síðan eru fleiri lagstar aftrat. Spurningurin er, hvussu leingi vit skulu hava TVEY kommunufeløg í Føroyum. Hoyr meira í Sjónarhorninum Myrkursins børn eitur ein heimaskrivaður sjónleikur, sum verður framførdur fyri fyrstu ferð á tjóðpallinum leygarkvøldið. Súsanna Tórgarð hevur skrivað leikin og hon er eisini leikstjóri Sjúrður Hammer, sum í løtuni ger eina PhD verkætlan um skúgv, heitir á fólk, sum síggja ringmerktan skúgv, at gera vart við seg, so hann kann fáa nýggja vitan um hendan fuglin, hann granskar. Sjúrður Hammer var í Skúvoy alt seinasta summar, og er nú farin út aftur, fyri at taka móti skúgvinum. Í dag hoyra vit triðja part av leikinum Hvør er kongur í Kongagøtu. Næmingar í Tórshavnar Kommunuskúla framføra. Elin á Rógvi skrivaði og leikstjórnaði. Jón Svein Heinesen var tøkningur Tað gjørdi Jørgin Niclassen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, greitt á pallborðsfundinum um fólkaflyting og fólkavøkstur í Norðurlandahúsinum í gjárkvøldið. Sleppa vit málinum um at fáa hallið á fíggjarlógini burtur, fer tað at skaða kredittvirði okkara, segði landsstýrismaðurin. Tað fer at kosta umleið 700 miljónir krónur at fáa fólkavøkstur í Føroyum aftur, er niðurstøðan hjá arbeiðsbólkinum, ið hevur gjørt álitið um fólkaflyting og fólkavøkstur. Mugu finna pengarnar Á fundinum í Norðurlandahúsinum í gjárkvøldið tóku umboð fyri allar politisku flokkar undir við flestøllum átøkum, ið bólkurin mælir til. Serliga var semja um, at neyðugt er at brúka meiri pening til útbúgving í Føroyum. Men skulu vit brúka 700 miljónir næstu fimm árini til átøk, ið skulu fáa fólkatalið at vaksa, so verður neyðugt at finna tilsvarandi sparingar finnast á øðrum økjum, heldur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgin Niclasen. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum tekur undir við at seta fleiri átøk í heildarætlanini í verk, men bert um aðrar útreiðslur verða tiknar burtur og nýggjar inntøkur kunnu fáast. Løgmaður, Kaj Leo Johannesen, heldur eisini, at hægri útbúgvingar skulu raðfestast hægri, men hann vildi ikki siga, um hann fer at taka undir við at finna tær 700 miljónirnar, ið átøkini hjá arbeiðsbólkinum kosta. Soleiðis sigur Marry Hjelm, gestaltterapeutur. Fyrsta dagin verður hon endaliga liðug við útbúgvingina, sum hon hevur tikið eftir fimm árum og hevur kunnað praktiserað alment, síðan hon varð liðug við triðja árið. Marry Hjelm hevur eina fortíð sum leiðari og HR mennari, so virksemi hennara umfatar eisini fyritøkur. Prátið er um útbúgvingina og ymiskt í menniskjalyndinum, vreiði, ótta, kærleika, bundinskap, og annað. Eisini verður nomið við fyribrigdi sum konflikt og samskifti. Gestaltterapi er ein grein av psykoterapi og harvið ein alternativ viðgerð í sinnisheilsu. Tað vóru Fritz og Laura Perls, sum mentu gestaltviðgerina í tíðarskeiðnum frá 1940 til 1970. Bæði høvdu útbúgving sum psykoanalytikarar. Nærri vitan fæst her. Ætlanir eru frammi um at endurstovna Skótaliðið FLØTT á Tvøroyri. Tað eru nú nógv ár síðan, at støðugt virksemi var í Skótaliðnum FLØTT, men onkur tíðarskeið hava nógvir skótar verið limir í felagnum. Til dømis tíðliga í sjeytiárunum. FLØTT stendur fyri Froðba, Líðin, Øravík, Trongisvágur, og Tvøroyri. Eisini hava hvalbingar tikið lut í virkseminum. Ein stigtakari er Pauli Einarsson. Í dag hoyra vit annan part av leikinum Hvør er kongur í Kongagøtu. Næmingar í Tórshavnar Kommunuskúla framføra. Elin á Rógvi skrivaði og leikstjórnaði. Jón Svein Heinesen var tøkningur Vit tekna eina vangamynd av føroyska sjónleikaranum Olaf Johannesen, og í hesum fyrra parti sigur Olaf okkum eitt nú um uppvøksturin í einari sjónleikarafamilju og um tíðina sum tónleikari í rockbólkinum Kaktus. Olaf Johannessen greiðir eisini frá, hvussu tað var at vera við í donsku sjónvarpssendirøðini quot Forbrydelsen III quot og hvønn týdning ein tílík sendirøð hevur fyri Danmark, eins og í hvønn mun Føroyar kunnu gera seg galdandi á tílíkum pallum. Í mentanarálmanakkanum hesa vikuna frætta vit um nýskrivaðan føroyskan sjónleik, ið verður frumframførdur á Tjóðpalli Føroya leygarkvøldið, og er skrivaður av Súsonnu Tórgarð. Vit eru á fernisering hjá Torbirni Olsen í Gallarí Stephanssons húsi, har vit hitta listarmannin eins og Hanus G. Johansen, ið framførdi eisini eru vit á fernisering hjá listarkvinnunum Guðrið Poulsen og Jónu Rasmussen í Gallarí Focus. vit hava eisini frásøgn úr Miðlahúsinum, har vinnarin av nýggju brúðarvísuni varð avdúkaður. Eisini fregnast vit í Norðurlandahúsinum, nú húsið 8. mai rundar 30 ár. Frá ættleiðing til KÍ, til býraðspolitiskt arbeiði til at missa pápa sín. Jóhann Lútzen greiður frá ymiskum tíðarskeiðum og upplivingum í sínum lívi. Elin Mortensen, fulltrúi á løgmansskrivstonuni og limur í arbeiðsbólkinum, kemur eisini í útvarpsstovuna, at greiða frá arbeiðinum við heildarætlanini um fólkavøkstur og fólkafráflyting. Nýggj sjónvarpsrøð er byrjað á DR2. Hon eitur Blachman, og er tað kendi X Factor dómarin Thomas Blachman, ið er vertur. Naknar kvinnur standa frammanfyri Blachman og rithøvundanum Jan Sonnergaard, meðan teir hugleiða um kvinnur og ymiskt annað. Í partinum í kvøld, er nakna kvinnan, føroyska Beinta Jakobsen, eisini kend sum Victoria Wild. Sambært játtanarkarminum hjá landsstýrinum skal fólkaskúlin spara. Hann fær longu næsta ár hálva millión minni enn í ár. Í 2015 minkar játtanin aftur 4,5 miliónir krónur. Ein nýggjur skúlabygnaður krevur eisini færri flokkar, sigur landsstýrið. Men hendan nýggja skipanin verður tó ikki galdandi fyri skúlar á útoyggj. Fólkaskúlin stendur sostatt fyri stórum avbjóðingum og at skifta orð um skúlan vóru í útvarpssstovuni í morgun Herálvur Jacobsen formaður í føroya lærarafelag og Justin Philbrow formaður í felagnum Heim og Skúli. Higartil hava næstan 92.000 fjepparar givið myndini av Enrique Iglesias og tekstinum hjá Hans F. Hansen tummil upp. Hans F. Hansen dugir ikki at siga, hvaðani Enrique Iglesias hevur fingið orðini, men hugsast kann, at tað er á onkrari síðu á netinum, sum savnar mong ymisk sitat. Spurningurin í dag er Sonur mín, sum verur 3 ár í august, fekk stutt fyri jól, dren í bæði oyruni, og er tí nýstani tá byrjaður at tosa. Umframt tað búgva vit í Danmark, so hann hoyrir danskt í vøggustovuni og føroyskt í frítíðini. Tað vil siga at hann er tosproget sum tey kalla tað í Dk. Í summar skal eg í arbeiðsørindum til Føroyar í 3 mánaðir, og tí skal eg hava sonin á stovn í Føroyum. Aftaná hetta fara vit aftur til Danmarkar, har hann so byrjar í barnagarði. Spurningurin hjá mær er so, um eg skal velja at koyra hann í vøggustovu í Føroyum, har málsliga støðið er meir passandi til hansara, ella skal eg koyra hann í barnagarð saman við javnaldrunum so hann kanska verur útfordraður og møguligalærir meira av tí Ella kann hann yvurhøvur koma í barnagarð áðrenn hann er fyltur 3 ár Hvussu meti eg hvat er betri fyri hann Beinta Dalbø, námsfrøðingur svarar Í dag hoyra vit fyrsta part av leikinum Hvør er kongur í Kongagøtu. Næmingar í Tórshavnar Kommunuskúla framføra. Elin á Rógvi skrivaði og leikstjórnaði. Jón Svein Heinesen var tøkningur Eyðfinn Jensen prátar við Kristinu um nýggju fløguna og aðrar tónleikaligar upplivingar. Eisini verður práta um barna og ungdómsárini, og tá hon sum 4 ára gomul upplivdi, at mamman og pápin fóru hvør til sítt. Hvørjir hundar mugu til hundahárfríðkunakvinnu Og hvussu oftani skulu teir snøggast Hetta er nakað av tí, sum Elin seinni í sendingini spyr hundaklippara Fríðu Matras Brekku. Klaksvík hevur fingið ein nýggjan vinnu og mentanarstjóra. Tað er Palli Ziskason, sum er 47 ár og býr í Klaksvík. Palli Ziskason hevur arbeitt nógv sum sjálvstøðugt vinnurekandi, men vit kenna hann eisini úr ítróttarheiminum Í dag hoyra vit fyrstu sending um leikin Hvør er kongur í Kongagøtu. Hetta er ein leikur, sum Elin á Rógvi hevur skrivað og leikstjórnað. Næmingar í 1. 2. 3. og 4.flokki eru við. Eisini eru næmingar úr 6.flokki við í rokkbólkinum. Í dag greiða tey frá leikinum. Barnaútvarpið hesa vikuna snýr seg um leikin, og vit fara at senda framførslurnar, sum vóru í Norðurlandahúsinum fyri páskir. Ein lurtari øtast um, at foreldur keypa tannáringunum hjá sær rúsdrekka. Nakað, sum hon sum mamma, ikki kundi funnið uppá at gjørt. Gestirnir í Also eru tó á einum máli um, at tað kann loysa seg betur hjá foreldrum at keypa fyri tannáringarnar heldur enn at tey fáa heilt onnur at keypa fyri seg. Men tað veldst um aldurin kortini. Hini evnini í sendingini hesaferð eru Er tað loyvt at kanna fartelefon ella teldupost hjá makanum, er ein kvinna, hvørs maður er minnisveikur og ikki kennist við hana longur, í ferð við at bróta eitt lyfti, nú hon er vorðin glað fyri ein annan mann, og hvussu skal ein mamma takla broytingar í atburðinum hjá tannáringasoninum hjá manninum, sum hava keðiligar avleiðingar fyri restina av samansettu familjuna. Alex Sólstein er klaksvíkingur við ættarbondum til Havnar, Tjørnuvíkar og Leirvíkar. Hann er sonur Palla Sólstein úr Stovugarðinum, sum starvaðist eitt mannaminni í fyritøkuni hjá Kjolbrø, og Elsebeth Bergittu, dóttir Petur Bakaran úr Havn. Alex tók studentsprógv og læraraprógv í Havn og tók 30 ára gamal við sum skúlastjóri í Klaksvík. Hann hevur stóran áhuga fyri tónleiki og hevur spælt dúgliga við Klaksvíkar Hornorkestri, Tórshavnar Musikkskúla og Føroya Symfoniorkestri. Í dag eru børn úr Dagstovninum í Hoyvík á vitjan. Tey greiða frá tí at ganga í skúlabólki. So fer Unn Paturson at lesa søguna Mirabell. Astrid Lindgren skrivaði og Elin Súsanna Jacobsen týddi til føroyskt. Duoin Guðrun amp Bartal vann fyri tveimum árum síðani tónleikakappingina Sement. Í dag geva Guðrun amp Bartal út teirra fyrstu fløgu, og í hesum sambandi er Bartal Augustinussen boðin til Brunsj at greiða frá útgávuni, ið hevur fingið heiti Vónin er. Um vikuskiftið skipar songkvinnan og songlærarinna Guðrun Sólja fyri sangskeiði í Klaksvík. Guðrun greiður frá skeiði, og hon syngur tveir sangir samanvið donksu vinkonuni Signe. Lív Mortensen ummælir norska stórfilmin Kon Tiki, sum varð frumsýndur í Havnar Bio í gjár. Duoin Guðrun Bartal vann fyri tveimum árum síðani tónleikakappingina Sement. Í dag geva Guðrun Bartal út teirra fyrstu fløgu, og í hesum sambandi er Bartal Augustinussen boðin til Brunsj at greiða frá útgávuni, ið hevur fingið heiti Vónin er. Um vikuskiftið skipar songkvinnan og songlærarinna Guðrun Sólja fyri sangskeiði í Klaksvík. Guðrun greiður frá skeiði, og hon syngur tveir sangir samanvið donksu vinkonuni Signe. Lív Mortensen ummælir norska stórfilmin Kon Tiki, sum varð frumsýndur í Havnar Bio í gjár. Duoin Guðrun Bartal vann fyri tveimum árum síðani tónleikakappingina Sement. Í dag geva Guðrun Bartal út teirra fyrstu fløgu, og í hesum sambandi er Bartal Augustinussen boðin til Brunsj at greiða frá útgávuni, ið hevur fingið heiti Vónin er. Um vikuskiftið skipar songkvinnan og songlærarinna Guðrun Sólja fyri sangskeiði í Klaksvík. Guðrun greiður frá skeiði, og hon syngur tveir sangir samanvið donksu vinkonuni Signe. Lív Mortensen ummælir norska stórfilmin Kon Tiki, sum varð frumsýndur í Havnar Bio í gjár. Duoin Guðrun Bartal vann fyri tveimum árum síðani tónleikakappingina Sement. Í dag geva Guðrun Bartal út teirra fyrstu fløgu, og í hesum sambandi er Bartal Augustinussen boðin til Brunsj at greiða frá útgávuni, ið hevur fingið heiti Vónin er. Um vikuskiftið skipar songkvinnan og songlærarinna Guðrun Sólja fyri sangskeiði í Klaksvík. Guðrun greiður frá skeiði, og hon syngur tveir sangir samanvið donksu vinkonuni Signe. Lív Mortensen ummælir norska stórfilmin Kon Tiki, sum varð frumsýndur í Havnar Bio í gjár. Filip Mortensen og Petur Háberg eru samdir um, at tað ikki ber til at pota tónleikin hjá bólkinum í ein kassa. Tað er vítt til veggja í tónleikaheiminum hjá Lover Lover. Tað verður kanska sum í gømlum døgum, at línuskipini og lemmatrolararnir fara at flekja og salta fiskin umborð, sum tey fáa loyvi at fiska á Flemish Cap. Marknaður er fyri turrsaltaðum saltfiski, sigur formaðurin í Felagnum Lemmatrolarar. Fyri línuskipini er kvotan kærkomin, tí Føroyagrunnurin er ov lítið at dúva uppá í løtuni, sigur formaðurin í Felagnum Línuskip. Hálvdan Gudmundsen. Skal fiskurin frystast umborð, so eru ikki nógv línuskip sum kunnu fara, sigur hann. Hans Andrias Joensen, formaður í Felagnum Lemmatrolarar, fegnast eisini um avgerðina hjá landsstýrinum, at geva línuflotanum og lemmatrolarunum tey 3.200 tonsini av toski á Flemish Cap. Flotin sum roynir undir Føroyum er illa sperdur, tí lítið av fiski hevur verið at fingið í fleiri ár. Tí er tað kærkomið hjá trolarunum at sleppa at royna aðrar leiðir, sigur han. Fleiri vánalig ár Hans Andrias Joensen sigur, at felagið hevur ikki viðgjørt spurningin enn, tí endalig støða er ikki tikin, men hann sigur seg ikki ivast í, at lemmatrolarar fara yvir á Flemish Cap. Útlit eru til, at marknaður er fyri turrsaltaðum saltfiski, soleiðis sum vit kendu hann fyrr, og tí ber til at fara á saltfiskaveiðu í Newfoundlandi, eins og gjørt var fyri nógvum árum síðani, sigur hann. Línuflotin hevur eisini havt fleiri vánalig ár, og tí átti kvotan í Newfoundlandi at verið latin skipunum undir Føroyum fyrr, sigur Hálvdan Gudmundsen Fara at royna Hans Andrias Joensen er reiðari á lemmatrolaranum Phoenix, og teir ætla í øllum førum at gera eina roynd, tá greitt verður, hvussu tey 3.200 tonsini verða býtt. Tað sama er galdandi fyri formannin í felagnum Línuskip, Hálvdan Gudmundsen, sum er reiðari á línubátinum, Venus, sum hevur frystilast, og tekur eini 160 tons Kom og skelta Føroyar soleiðis ljóðar eitt nýtt tilboð frá arbeiðsloysisskipanini, til tey, sum onki arbeiði hava. Ferðaráðið og Arbeiðsloysisskipanin eru farin undir eitt samstarv fyri at fáa skeltir upp kring landið. Leingi er tað ið væl skal vera sigur eitt gamalt orðatak. Tí tað er ongin loyna, at øll hesi árini síðani ferðavinnan gjørdist akuell hava fólk spurt eftir skeltum, so tað er lættari at ferðast kring landið. Og nú sær út at ein loysn er funnin Í dag hoyra vit 4.part av søguni Hitt gandaða lyklarholið. Heri Jakobsen sigur frá. Bente Koch skrivaði og Petur Jacob Sigvardsen týddi til føroyskt. Føroya Lærarafelag gav út í 1965. Høgni Reinert Hansen gjørdi ljóðmyndina Guðrið Hansdóttir, ið júst er heimafturkomin av konsertferð, vitjar í Brunsj. Oddvør Skarðhamar ger italska tertuflamb , og sjónvarpsverturin Høgni í Jákupsstovu greiðir frá beinleiðis politiska kjakfundinum, sum verður í Kringvarpshøllini í kvøld. Talan er um 3.200 tons av toski. Avgerðin fellur ikki í góða jørð hjá langfaratrolarunum, sum halda seg eiga rætt til kvotuna á Flemish Cap. Fiskimálaráðið ætlar at lýsa fiskiskapin á Flemish Cap í kunngerð, sum er send Fiskivinnuráðnum til hoyringar. Og eftir uppskotinum skulu skipini í bólki 2 og 3, línuskipini og trolararnir, sleppa at fiska kvotuna á Flemish Cap, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður Tað hevur ikki verið vanligt, at trolarar sum royna undir Føroyum eisini hava roynt á Flemish Cap. men tað sleppa teir nú, sigur landsstýrismaðurin Skulu frysta umborð Skipini sum skulu á Flemish Cap, mugu frysta fiskin umborð, tí tað tekur minst eina viku at sigla hvønn vegin. Tann spurningin roknar landsstýrismaðurin at skipini sjálvi fara at loysa. Landsstýrismaður heldur ikki at langfaratrolararnir hava nøkur sjálvsøgd rættindi til toskakvotuna á Flemish Cap Kunngerðin um fiskiskapin á Flemish Cap, verður galdandi fyri í ár. Í kunngerðini stendur eisini, at um tað 1. juli er greitt, at kvotan ikki verður fiskað, so kunnu onnur skip sleppa uppí part. Hvussu nógv skip fara til Ný Foundlands, er ikki greitt, sigur Jacob Vestergaard. Hetta vikuskiftið fer danska listakvinnan Isabel Berglund at hava verkstovu í Norðurlandahúsinum, har hon saman við føroyskum bindarum fer at skapa listaverkið quot People 39 s Jumper quot , ið umsett merkir quot Fólksins troyggja quot . Talan er um eitt listaverk, har bindararnir hvør sær binda eitt ávíst troyggjuskap, sum síðan verður sett saman til eina stóra installatión. Tað sigur Maud Benjardøgg, sum er nevndarlimur í Ruth Smith savninum í Vági. Í sambandi við, at tað 5. apríl eru 100 ár liðin, síðani Ruth Smith var borin í heim, er Ruth Smith fagnaður alla vikuna í Vági. Hans Scherfig, er ovarliga á listanum yvir rithøvundar, hjá gesti okkara í Lesikrókinum í morgun. Men úrvalið er stórt tá vit spyrja hann, hvat hann lesur. Theodor Olsen, prestur, er gestur í lesikrókinum. Í dag hoyra vit 3.part av søguni Hitt gandaða lyklarholið. Heri Jakobsen sigur frá. Bente Koch skrivaði og Petur Jacob Sigvardsen týddi til føroyskt. Føroya Lærarafelag gav út í 1965. Høgni Reinert Hansen gjørdi ljóðmyndina Spenningurin millum Norðurkorea øðrumegin og Suðurkorea og USA hinumegin er øktur seinastu vikurnar. Stjórnin í Norðurkorea hevur millum mangt annað hesa seinastu tíðina hótt við at leggja bæði USA og Suðurkorea í oyði. Spurningurin er, um hetta bara er ógvusligur retorikkur frá norðurkoreansku stjórnini, ella um veruligar ætlanir liggja aftanfyri. Og týsdagin 2. apríl var altjóða Autismudagur. Vit tosa við umboð fyri Autismufelagið um umstøðurnar hjá fólki við autismu í Føroyum, og hvørji útlitini eru. Hoyrið meira í Sjónarhorninum Hann vísir avgjørdur aftur, at Miðflokkurin ikki er kunnaður nóg væl um tað, sum stendur í fíggjarkarmunum, so sum Jenis av Rana førir fram. Í Brunsj greiðir Holgar Jacobsen frá uppvøkstrinum og ungdómsárunum í Sørvági, tá lívið sýntist einfalt og sorgleyst. Seinni broyttist hansara uppfatan av teimum veruligu virðunum í lívinum, tá fyrst konan, pápin og hann sjálvur, vóru rakt av álvarsligum sjúkum. Hóast hann hevur upplivað meira mótgang enn tey flestu, og verið deyðanum nær, so hevur vónin altíð borið hann víðari á leið. Sangir hansara verða tíðum skrivaðir, tá mótgangurin er stórstur, og oftast eru hesir sangirnir teir, sum hann er glaðast fyri. Í sendingini velur Holgar fimm sangir, sum verða spældir, og harumframt syngur og spælir hann sjálvur tveir sangir beinleiðis í útvarpstovuni. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður og samgonguleiðari, tekur frástøðu frá tí kritikki, sum Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, førir fram, nú landsstýrið hevur lagt uppskot um fíggjarkarmarnar fyri løgtingið. Løgmaður vísir aftur, at semja ikki er um fíggjarkarmarnar í samgonguni. Hann sigur seg ikki kennast við misnøgdina hjá Jenis av Rana, og at ongin hevur tosa við hann um nakra misnøgd. Hann leggur afturat at er ósemja í samgonguni, so skulu tey misnøgdu tosa við løgmann fyrst, og ikki miðlarnar. Hóast løgmaður ikki góðtekur at nakar í samgonguni tosar við miðlarnar fyrst, so fær misnøgdin hjá Jenis av Rana fær ongar fylgir, siigur hann. Í samrøðu við Sosialin í dag finst formaðurin í Miðflokkinum hvassliga at búskaparpolitikkinum hjá landsstýrinum. Hann kennist ikki við nógv av tí, sum er í nýggju búskaparfrágreiðingini. Og semja er ikki um alt, sigur hann. Okkurt var enntá afturvíst á samgongufundi Hann sigur, at tá hann fyri páskir frætti, hvat var við at henda, bað hann løgmann kalla formenninar í samgonguflokkunum á fund. Hann fekk at vita, at stundir vóru ikki at hava fundin fyrr enn í dag. Fundurin verður seinnapartin. Jenis av Rana sigur, at semja er ikki um at hækka prísin hjá Strandferðsluni, at almenn starvsfólk sleppa at arbeiða eftir at tey eru fylt 70, at privatisera, útveita, almennar tænastur og leggja saman stovnar og heldur ikki at leggja lestrarstuðul um til lán og lækka rentustuðulin Ikki felags uppskot Jenis av Rana sigur, at talan er um hugskot hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum. Eingin hevur kannað ella roknað út, hvørjar fíggjarligu avleiðingarnar verða av hugskotunum. Til dømis er ikki semja um ætlanina at broyta lestrarstuðul til lán hjá teimum, sum lesa uttan fyri Norðurlondini Formaðurin í Miðflokkinum kennist ikki við nógv av tí, sum stendur í búskaparfrágreiðingini. Og hann væntar eisini, at tað er horvið, tá fíggjarlógin fyri 2014 er samtykt. Tað var júst tað, sum hendi í fjør, sigur Jenis av Rana. Hoyr samrøðuna við Jenis av rana í innslagnum við at trýsta á myndina Norðurlandahúsið og Filmsverkstovan Klippfisk hava í felag stovnað filmsgrunnin, sum hevur til endamál at stuðla nýggjum føroyskum filmsverkætlanum. Hetta er aðru ferð, at stuðul verður latin úr grunninum. Í dag hoyra vit 2.part av søguni Hitt gandaða lyklarholið. Heri Jakobsen sigur frá. Bente Koch skrivaði og Petur Jacob Sigvardsen týddi til føroyskt. Føroya Lærarafelag gav út í 1965. Høgni Reinert Hansen gjørdi ljóðmyndina Á páskum sendir útvarpið tríggjar sendingar, sum Jógvan Arge gjørdi við Kristoffur Johannesen á Fjallinum á Skarvanesi í árinum 2000. Kristoffur var tá einasta fólk, sum búði eftir á Skarvanesi, og sendingarnar fingu heitið Síðsti maður á Skarvanesi . Kristoffur doyði hetta sama heystið. Síðani hava onnur tikið upp bústað í bygdini, men tað er ein onnur søga. Kristoffur greiðir frá fólki og sagnum, húsum og arbeiðslívi í bygdini. Sendingarnar verða langa fríggjadag, páskadag og annan páskadag kl. 14 15. Og góði fiskiskapurin sær út til at halda fram, tí í morgun hava tveir útróðrarbátar avreitt væl av fiski til Bátafisk á Eiði. Men flotin av útróðrarbátum er nógv minkaður seinastu árini. Í ár rógva millum 20 og 30 bátar út av Eiði. Fyri nøkrum árum síðani vóru teir millum 60 og 70 í tali. Fiskiskapurin hevur verið av tí fræga seinastu tvær vikurnar, sigur Asbjørn Djurhuus, nevndarformaður í Bátafisk Av tí at fiskiskapurin byrjaði seint, vóna menn at fiskiskapurin kann halda fram eina tíð aftrat. Bátafisk tekur ímóti fiskinum frá fleiri bátum, og higartil í ár sær ikki so galið út, sigur Asbjørn Djurhuus, nevndarformaður. Í dag hoyra vit 1.part av søguni Hitt gandaða lyklarholið. Heri Jakobsen sigur frá. Bente Koch skrivaði og Petur Jacob Sigvardsen týddi til føroyskt. Føroya Lærarafelag gav út í 1965. Høgni Reinert Hansen gjørdi ljóðmyndina Áðrenn hon dugdi at ganga, dugdi hon at syngja og hon hevur sungið síðani. Tónleikur hevur havt ómetaliga stóran týdning í hennara lívi. Joanna Johansen greiðir frá sínum tónleikalívi, sínum starvi sum fólkaskúlalærarinna, sum mamma, og hvussu tað er at vera støk kvinna í sínum bestu árum. Niels Uni Dam ummælir nýggju fløguna Anywhere You Wanna Go hjá Jens Marna Hansen. Eru vit meira nøgd enn grannar okkara fyri vestan ella sunnan Tað hevur Fólkaheilsuráðið sett sær fyri at kanna í nýggjari kanning, ið Annleyg Lamhauge stendur fyri. Á páskum sendir útvarpið tríggjar sendingar, sum Jógvan Arge gjørdi við Kristoffur Johannesen á Fjallinum á Skarvanesi í árinum 2000. Kristoffur var tá einasta fólk, sum búði eftir á Skarvanesi, og sendingarnar fingu heitið Síðsti maður á Skarvanesi . Kristoffur doyði hetta sama heystið. Síðani hava onnur tikið upp bústað í bygdini, men tað er ein onnur søga. Kristoffur greiðir frá fólki og sagnum, húsum og arbeiðslívi í bygdini. Sendingarnar verða langa fríggjadag, páskadag og annan páskadag kl. 14 15. Á páskum sendir útvarpið tríggjar sendingar, sum Jógvan Arge gjørdi við Kristoffur Johannesen á Fjallinum á Skarvanesi í árinum 2000. Kristoffur var tá einasta fólk, sum búði eftir á Skarvanesi, og sendingarnar fingu heitið Síðsti maður á Skarvanesi . Kristoffur doyði hetta sama heystið. Síðani hava onnur tikið upp bústað í bygdini, men tað er ein onnur søga. Kristoffur greiðir frá fólki og sagnum, húsum og arbeiðslívi í bygdini. Sendingarnar verða langa fríggjadag, páskadag og annan páskadag kl. 14 15. Country songkvinnan Evi Tausen er boð n til Bruns at greiða frá síni tónleikaligu yrkisleið. Kunningarstovan og Smyril Line taka í hesum døgum 700 800 ferðafólkum. Hetta ger, at fleiri tiltøk verða sett í verk á páskum, sum bæði útlendingar og føroyingar kunnu fáa gleði av. Hvat er DOXBIO, og hví eru ikki fleiri, ið kenna til hetta Filmsummælari Birgir Kruse greiðir frá. Páskasending við havnarmanninum Árna Jakobsen, sum í vetur náddi málinum, at hava verið á øllum teimum 340 skrásettu fjøllunum í Føroyum. Lagt sendingina til rættis hevur Tórður Mikkelsen Dóttirin er skild og nú vil hennara fyrrverandi maður hava, at børnini hjá teimum skulu siga mamma við hansara núverandi konu er tað vanligt Tað er ikki gott fyri vinnuna, tá óvissa valdar. Tað sigur Bergur Poulsen, formaður í Føroya Arvbeiðsgevarafelag og fyrrverandi stjóri á Havsbrún. ES og Norra geva ilt av sær, tí føroyingar hava ásett sína egnu makrel og sildakvotu. Eitt ES bann móti føroyskum fiskavørum kann fáa stórar avleiðingar fyri aðrar vinnur enn bara uppsjóvarvinnuna, ávarar Bergur Poulsen. Mikukvøldið sendu fiskivinnukomisserurin hjá ES, Maria Damanaki, og norski fiskimálaráðharrin, Lisbeth Berg Hansen, út yvirlýsing, har tær harta Føroyar fyri at hava ásett sían egnu sildakvotu. Og tær finnast eisini at føroysku makrel kvotuni. Eisini íslendski fiskimálaráðharrin, Steingrímur J. Sigfússon, stúrir fyri avleiðingunum av føroysku ásetingini og hevur tí skrivað Jacob Vestergaard, landsstýrismanni, eitt bræv, har hann sigur seg stúra sera nógv fyri gongdini. Hoyr samrøðuna við Bergur Poulsen Tað kann koma Føroyum aftur um brekku, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, hevur ásett føroysku makrel og sildakvotuna munandi hægri enn bæði Norra og ES siga, at Føroyar hava rætt til. Tað heldur Bergur Poulsen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag og fyrrverandi stjóri á Havsbrún. Hann óttast avleiðingarnar av einum møguligum boykotti frá ES. Føroyar er ikki limur í ES, vit hava onga EBS avtalu, men vit hava eina handilsavtalu, sum tryggjar atgongdina á ES markanðin. Góður helmingur, 49 prosent, av øllum uppsjóvarfiskinum varð í fjør fluttur á ES markanðin. Tað sama er galdandi við alilaksinum. At Jacob Vestergaard, landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, hevur ásett Føroyum munandi hægri makrel og sildakvotu enn bæði Norra og ES meta at vit hava rætt til, kann koma Føroyum aftur um brekku, heldur Bergur Poulsen. Landsstýrismaðurin er greiður yvir støðuna og verjir avgerðina. Hoyr samrøðuna við Bergur Poulsen Sárbærir og ússaligir sjúklingar noyðast stundum at liggja úti á gongini, tá teir eru innlagdir á sjúkrahúsi. Hetta evnið hava vit viðgjørt í Sjónarhorninum fyrr, og nú taka vit tað uppaftur. Marjun Thomsen, cardiologiskur sjúkrarøktarfrøðingur, master í health science og lærari á Sjúkrarøktarfrøðideildini, viðger evnið í Vitan og Vísindi hjá Fróðskaparsetrinum í hesum døgum. Føroya lærarafelag hevur aðalfund leygardagin 6. apríl, og á skránni er millum annað formansval. Sitandi formaður, Herálvur Jacobsen, stillar upp aftur, men hann hevur fingið ein avbjóðara. Hetta er varaskúlastjórin í Skúlanum við Løgmannabreyt, Hans Jón Thomsen. Vit tosa við valevnini til formansvalið í Lærarafelagnum. HOYRIÐ MEIRA Í SJÓNARHORNINUM Hesi seinastu árini hevur Óli Jacobsen skrivað greinar um fólk og familjur, sum liggja grivin í gamla kirkjugarði í Havn. Á gongutúrinum mikumorgunin greiddi hann so frá nøkrum av teimum fólkum, sum liggja grivin her. Fremsta treytin fyri at fáa kapping á føroyarutuni er, at Føroyar gerast partur av evropeiska loftferðslu samstarvinum, ECAA. Tað sigur Jákup Sverri Kass, stjóri á Vága Floghavn. Hann heldur, at tíðin búgvin til at taka eina uppgerð við ræðumyndina, at Atlantsflog syndrast, um føroyska flogfelagið fær kapping í háárstíð. Tað er nú eitt ár síðan, at Vága flogvøllur var liðugt longdur og nýggj innflúgvingartól stóðu klár. Nú var latið upp fyri, at útlendsk flogfeløg við størri flogførunum enn British Aerospace arbeiðsrossini hjá Atlantic Airways kundu lenda á Vága floghavn. Langur vegur Men tað hevur verið smáligt við brumminum frá øðrum motorum enn motorunum hjá AirBus og BA flogførunum hjá Atlantic Airways á flogvøllinum. Fyrsti snávingarsteinurin fyri at fáa útlendskflogfeløg at flúgva til Føroya er, at Føroyar enn ikki eru vorðnar partur av Evropeiska loftferðslusamstarvinum ECAA, sum letur upp fyri fríari kapping sambært Jákup Sverra Kass, stjóra á Vága floghavn. Øll loyvi og prísir og annað skulu fyrst sendast til danska Ferðslumálaráðið til góðkenningar, áðrenn tað verður blástemplað av Vinnumálaráðnum. Hartil vísa royndir úr útlandinum, at tað á ongan hátt máar støðið undan heimliga flogfelagnum, í okkara føri Atlantic Airways, um útlendsk flogfeløg sleppa at flúgva upp á Føroyar háárstíð. Tíðin er búgvin at taka eina uppgerð við hesa mýtu, heldur Jákup Sverra Kass, stjóra á Vága floghavn. Les og lurta eisini eftir hesum Bíligari ferðaseðalr, takk Føroyingar hava ikki prógv fyri sínum krøvum um 17 prosent av sildakvotuni. Tað sigur stjórin í norska reiðarafelagnum nú tað eisini frættist yviri í Noregi, at Jacob Vestergaard hevur sett føroysku kvotuna av norðhavssild í ár til 105.000 tons, svarandi til 17 prosent. Hetta er ein trífalding av føroyska partinum í mun til strandalandaavtaluna, sum fyrr hevur verið galdandi. Stjórin í norska reiðarafelagnum Fiskeb aring t, eitur Audun Mar aring k. Hann eftirlýsir ein altjóða stovn, ið kann traðka til og seta tiltøk í verk, tá tað eru lond, ið taka seg burtur úr gjørdum millumlanda avtalum. Avvísir norðmonnum Føroyski samráðingarleiðarin, Andras Kristiansen, deildarstjóri í Fiskivinnustovuni sigur í dag, at tað er ikki satt, tá umboðið hjá norsku reiðarunum vísir á, at vit ikki hava prógv fyri okkara krøvum. Síðan 2006 hevur tað staðið í ICES frágreiðingunum, at sildin nú finst nógv meira í føroyskum sjógvi, enn hon gjørdi, tá strandalandaavtalan um Norðhavssildina upprunaliga var býtt. Andrass Kristiansen vísir eisini á, at hinir partarnir als ongan áhuga høvdu í at hoyra føroysku grundgevingarnar fyri sínum krøvum. Vit fingu ongantíð høvi til hetta, tí hini londini frammanundan vóru samd um at halda fram við sama býti. Eftir at vit høvdu boðað frá, at vit ikki longur vildu góðtaka býtið, fóru hini londini tað eru ES londini, Noreg, Russland og Ísland í eitt rúm fyri seg og framlongdu avtaluna uttan um Føroyar, staðfestir Andrass Kristiansen. Les eisini Norðmenn í øðini inn á føroyingar Atlantsflog hátíðarheldur í dag sín 25 ára føðingardag. Í morgin 28. mars eru tað nevniliga 25 ár síðan, at Atlantsflog fleyg sín fyrsta túr til Føroyar. Seinastu nógvu árini hevur Atlantsflog flogið einsamalt upp á Føroyar. Men stendur tað til fólk á gøtuni, so skal Atlantsflog hava kapping, og tað skal vera bíligari at flúgva. Vit vóru á gøtuni fyrrapartin og spurdu fólk, hvat tey ynsktu sær í føðingardagsgávu, nú Atlantsflog fyllir 25 ár. Høgni Mohr spurdi fólk um teirra ynski í sambandi við føroyska flogferðslu, nú ið Atlantsflog heldur 25 ára dag. Les og lurta eisini her Ongin orsøk at ræðast kapping Stjórin í norska reiðarafelagnum er í øðini inn á, at Jacob Vestergaard, landsstýrismaður hevur tikið avgerð um at økja føroyska fiskiskapin eftir Norðhavssild úr 5,2 prosent upp á 17 prosent av samlaðu kvotuni. Sambært strandalandaavtaluni, sum hevur verið galdandi millum Føroyar, Noreg, Russland, Ísland og ES, var føroyska kvotan í ár 32.000 tons, men nú ætlar landsstýrið, at føroysku skipini skulu fiska 105.000 tons. Stjórin í norska reiðarafelagnum, Audun Mar aring k ilskast inn á, at føroyingar nú trífalda fiskiskapin samstundis sum serfrøðin mælir til at minka um royndirnar eftir sild. Audun Mar aring k sigur, at føroysku krøvini um størri part av kvotuni ikki byggja á vísundalig tøl. Føroyski sildafiskiskapurin varðveitir sína støðu sum burðardyggur í ár, hóast Jacob Vestergaard, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, júst hevur ásett Føroyum eina væl hægri sildakvotu enn gamla strandalanda avtalan gav okkum. Føroyska sildaveiðan hevur fingið sítt MSC stempul sum burðardygg í 2013, sambært Jógvani Jespersen, stjóra í Felagnum Nótaskip. Harvið er atgongdin til evropeiska marknaðin og góðu prísirnar tryggjaður í ár, tí MSC góðkenningin er neyðug, fyri at fáa bæði, sigur Jógvan Jespersen, stjóri í Felagnum Nótaskip. Óvissa um 2014 Nú bíða nótaskipini við spenningi eftir, hvat hendir við MSC góðkenningini í 2014. Um bara føroyska sildaveiðan missir sína støðu sum burðardygg orsaka av silda trætuni, ella øll strandalondini, ið trætast um norðahavsildina, missa sína MSC góðkenning eins og tað er hent í sambandi við makrel trætuni. Men hendir tað, at einans føroyska sildaveiðan verður mett ikki at vera burðardygg og missir sína MSC góðkenning, kunnu nógv virði fara fyri skeyti, sambært Jógvani Jespersen, stjóra í Felagnum Nótaskip. Landsstýrið legði í dag fram sínar játtanarkarmar. Men hvat merkir tað Her er eitt innslag, ið vit kalla Játtanarkarmar fyri nýbyrjarar . Høgni Mohr hevur tosa við fleiri fyri at finna út av hvat sum liggur í hesum kørmunum. Nótaskipini hava søguliga átt 90 prosent av føroysku sildakvotuni, og nótaskipini hava fingið tilsøgn frá landsstýrismanninum við fiskivinnumálum, at tey skulu fáa sítt, nú sildakvotan er ásett. Tað sigur Jógvan Jespersen, stjóri í Felagnum Nótaskip. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur ásett føroysku sildakvotuna til 105.000 tons ella 17 prosent av tí, sum fiskifrøðingarnir mæla til er ráðiligt at fiska av norðhavssild í ár. Felagið Nótaskip er nøgt við føroysku sildakvotuna og bíðar nú við spenningi eftir, hvussu kvotan verður býtt, sigur Jógvani Jespersen. Føroyska kvotan er í tráð við tað, ið Felagið Nótaskip heldur, at Føroyar hava krav uppá av norðhavssildini. Eftir páskir verður kunngjørt, hvør sleppur at fiska bæði sildina og makrelin í ár. Makrelkvotan verður 158.672 tons í ár. Tá eru 32.000 tons, sum ikki vórðu fiskað í fjør, tikin við. Í sendingini hitta vit eisini Kjartan Hansen, sum varð útbúgvin sjónleikari í 2010, og í hesum døgum er á palli við leikinum quot Æblet quot í Mammutteatret. Psykoterapeutur Bjørg Mortensen greiðir frá, hvønn týdning tað hevur, at vit tora at siga nei og seta mørk. Jens Marni hansen, sum er fløguaktuellur við útgávuni Anywhere You Wanna Go , vitjar í útvarpstovuni, og matstovustjórin á Søllerød Kro, Jan Restorff, greiðir frá arbeiðinum handan Michelin stjørnuna, sum matstovan fekk aftur í ár. Her er einki yvirskipað mál Hetta er framhald av skeivum búskaparpolitikki Og tað gongur ikki fantastiskt í Føroyum, sum fíggjarmálaráðið hevur boðað frá millum annað er hallið hækkað, hóast eftirlønirnar verða forskattaðar Alivinnan og uppsjóvarvinnan skulu gjalda eykastatt av serligum vinningi. Tey átta aðalráðini skulu miðsavnast um tvey ár, og almennar uppgávur skulu útveitast, latast privatum at røkja. Tað segði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, tá hann legði fram fíggjarkarmin fyri næstu fimm árini. Hallið í fíggjarlógini næsta ár verður 235 milliónum krónum sambært fíggjarkarminum, sum Jørgen Niclasen kunngjørdi í dag. Men í 2016 verður hallið horvið. Tá verður yvirskot, ikki stórt, tríggjar milliónr. Í 2017 ætlar samgongan at hava 55 milliónir í vinningi og í 2018 140 milliónir. Tað skal gerast við at inntøkurnar fáa útreiðslurnar aftur og fara fram um tær. Spurningurin ljóðar Nú nærkast tað feriutíðini, nú í vikuni áðrenn páskar, blivu vit spurd á stovninum har dóttur okkara gongur, um hon skal hava páskafri. Haldi at tað er eitt sindur keðiligt at vera spurd um feriu slíkar dagar, vit arbeiða, og kann dótturin tí ikki halda frí, so tað var tað vit svaraðu, tó við eitt sindur ringari sanvisku. Hetta er ikki beinleiðis nakar spurningur, men hvat fyri royndir hevur námsfrøðingurin við hesum kanst tú siga eitt sindur um tað Beinta Dalbø, námsfrøðingur svarar Maria Canabal sær stórar møguleikar í føroysku rávøruni. Henni dámar ógvuliga væl føroyska hummaran. Seyðakjøtið er gott, og feski toskurin fær sera gott ummæli. Canabal heldur sum heild, at føroyskar matstovur hava ov lítið av fiski á matarlepanum. Hon metir, at sjógæti í Føroyum er framúr gott og hevur stórt potentiali. Tá samrøðan var gjørd, hevði Maria Canabal fleiri matstovuvitjanir í Føroyum til góðar. Jacob Vestergaard, landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum hevur í ár ásett føroysku sildakvotuna at vera 105.000 tons, sum eru 17 prosent av tí, sum fiskifrøðingarnir mæla til er ráðiligt at fiska í ár. Hetta er hægri enn tilmælið frá uttanlandsnevnd vita keldur sum Kringvarpið hevur havt samband við. Føroyska sildakvotan í ár verður 105.000 tons, sum eru 17 prosent av tí, sum fiskifrøðingarnir mæla til er ráðiligt at fiska í ár. Hini londini, sum fiska sild, siga, at Føroyar eiga nógv minni enn tað, bara 32.000 tons, sum eru 5,2 prosent. Í fjør var føroyska sildaveiðan 40.000 tons. Markelkvotan er eisini ásett. Hon verður 158.672 tons. Tá eru 32.000 tons, sum ikki vóru fiskað í fjør, tikin við Eftir páskir verður kunngjørt, hvør sleppur at fiska sildina og makrelin EM í frælsari ítrótt fyri veteranar er ein opin kapping. Mangan taka íðkarar lut í hesari kapping, sum ikki kunnu gera seg galdandi longur á OL leikum, ella sum yrkisíðkarar, men eisini tey kunnu vera við í EM og HM, um tey hava hug. Føroya fremsti kastari, Heri Ziska, var í síðstu viku ein av seks sjey túsund íðkarum, sum kappaðust í EM kappingini í frælsari ítrótt innandura, sum í ár hevur verið í San Sebastian í Spaniu. Tó eigur at verða viðmerkt, at kastararnir kappast uttandura. Mikudagin hoyrdu vit Hera Ziska greiða frá, at hann í sínari fyrstu kapping týsdagin hevði vunnið eitt bronsumerki í hamarkasti. Tá hevði hann tvær kappingar eftir og vit hava aftur ringt til Hera at fregnast um hinar báðar kappingarnar. Uni Reinert Debess greiðir millum annað frá síni tónleikaligu bakgrund og tí, sum hann fæst við í løtuni. Hann hevur seinastu tvey árini verið búsitandi í Keypmannahavn, men í hesum døgum er hann komin til Føroyar fyri at ljóðblanda komandi fløguútgávu. Seinni í sendingini prátar Lív Mortensen við umboð fyri ymsar ferðaskrivstovur, um áhugan hjá føroyingum at ferðast út í heim. Vit eru væl nøgdir við nýggju tekningarnar, og at øll nú eru glað, so vit kunnu fara ígongd við ætlaðu útbyggingina av frostgoymsluni. Tað sigur Bogi Jacobsen, stjóri á Varðanum Pelagic á Tvøroyri. Fornminnisnevndin og Tvøroyrar kommuna eru nú formliga samd um, hvussu útbyggingin hjá Varðanum Pelagic skal síggja út. Fyrrapartin greiddi Andras Mortensen landsantikvarur, stjóri á Søvnum landsins og limur í fornminnisnevndini, frá semjuni. Sum ungur fór hann í læru til elektrikara á Skála. Í dag hevur hann 100 elektrikarar og aðrar føroyskar handverkarar í arbeiði í norsku oljuvinnuni. Hans Jákup Johannesen, stjóra á Faroe Offshore Service, var fríggjadagin kosin ársins íverksetari í 2013. Hann stovnaði felagið, Faroe Offshore Service í 2010, og í januar 2011 fóru fyrstu handverkararnir at arbeiða í Noreg. Hetta er stórfingin gáva, sum hevur stóran fakligan týdning fyri fysioterapeutiska viðgerð av sjúklingum við ávirkaðum gongulagi og førleikatarni annars. LiteGait tól er venjingar hjálpartól, framleitt og ment í USA. Navnið merkir leysliga umsett løtt gongd2. Venjing við LiteGait tól er ein sera effektivur háttur at endurvenja gongd og spesifikkar trupulleikar og mynstur, sum kunnu elva til, at persónur ikki hevur natúrligt gongulag. Lite Gait tól gevur rættan kropsburð, minkar tyngd og tekur burtur trupulleikar við javnvág og lættir soleiðis um hjá sjúklingini at endurvinna gonguførleika. Palli Gregoriussen setti sær í nítiárunum fyri at mála upp og tekna kirkjurnar í Føroyum, sum eru landsins virðismestu byggingar. Hann legði í fyrstani dent á tær gomlu trækirkjurnar, men tá saman um kom, hevði hann greitt fýra bøkur um allar kirkjurnar í Føroyum úr hondum. Palli hevur ferðast nógv og hevur teknað í sínum ferðum innanoyggja og uttanlands. Burtur úr komu bæði framsýningar og bøkur. Eina serliga ferð gjørdi hann til London, har hann vitjaði eitt systkinabarn úr Fámjin, sum var býráðslimur í eini kommunu har. Umframt at tosa um mannfólk, sum eru nærgangandi mótvegis kvinnum hóast teir eru í parlagi so verða eisini hesir spurningar umrøddir í Also leygarmorgunin Tað er uttan iva ein av orsøkunum til at 70 næmingar í summar byrja á el deildunum á teknisku skúlunum. 28 byrja í Klaksvík, 42 í Havn. Tað eru væl fleiri enn árini frammanundan. Hoyr samrøðuna við Egon Øregaard, ið er stjóri á Teknska skúla í Havn. Andras Mortensen, stjóri í Søvnum Landsins og landsantikvarur, váttar, at Søvn Landsins er partur av semjuni. Semjan millum fornminnisnevndina og Tvøroyrar kommunu og Varðan Pelagic verður formlig nú mánadagin, sigur Andras Mortensen. Eyðfinn Jensen prátar við Stanley Samuelsen, sum greiðir frá, nær hann byrjaði at spæla guitar, um ungdómsárini og tíðina við Silly Boys, umframt nógvar aðrar spennandi upplivingar, sum hann hevur havt á yrkisleið síni sum tónleikari. Seinni í sendingini vitjar Lív Mortensen á Klippfisk, har hon hittir Rógva Rasmussen og Mariu Winther Olsen, sum fyrireika filmsfestivalin Klippfisk á ferð . Andras Mortensen, stjóri á Søvnum Landsins og landsantikvarur, váttar, at Søvn landsins eru partur av semjuni Semjan er neyvan tað sama, sum sjálvbodna uppskotið frá Páll Holm Lave, arkitekti. Semjan millum Varðan Pelagic, Tvøroyrar kommunu og fornminnisnevndina verður eftir øllum at døma endaliga staðfest nú mánadagin. Sendingin Tá fornminni og framburður stoyta saman er um Varðin Pelagic málið Ein longri samrøða er í hesum innslagnum Úti á Føroya banka er viðagitni Føroya Banka toskurin. Hann er stórur og vælsmakkandi og gýtur fyrst í april. Havransóknarskipið Magnus Heinason ger fiskiroyndir fyri Havstovuna fyrst í apríl, og møguleiki verður so at smakkað toskin um páskirnar. Fyrireikararnir hava eisini valt serligt vínslag úr Chabils økinum í Fraklandi, sum skal vera serliga vælegnað aftur við toskinum. Mortan í Hamrabyrgi, fyriskipari og Johan Joensen, kokkur vóru í Góðan Morgun Føroyar og greiddu frá Marry Hjelm varð fyrst útbúgvin datanom, síðani HR mennari, og nú leggur hon síðstu hond á útbúgvingina sum gestaltterapeutur virkiskonsulentur, privatterapeutur, og coach . Flestu bøkurnar í Lesikrókinum hesaferð hava tilknýti til útbúgvingina og sjálvsmenning. Fleiri gullkorn eru at hoyra, so lurta her John Goodlad hevur ikki bara áhuga í fiskivinnusøguna, hann hevur eisini verið virkin í vinnuni, bæði sum virkiseigari og fiskimannafelagsformaður. John Goodlad var fyrstu ferð í Føroyum í 1978, tá hann var partur av einum miðnámsferðalagi, ið vitjaði her. Síðani tá hevur hann vitjað okkum einar 10 ferðir. Tíðarskeiðið 1890 til 1908 sigldu føroyingar við hetlendskum sluppum. Hetta gav okkum týðandi vitan um toskafiskiskap, eisini tí at føroyingar seinni keyptu hesar somu sluppir frá hetlendingunum, sum nakað eftir aldarskiftið løgdu um til sildafiskiskap. Í samband við bókina um hetlendsku fiskivinnuna er John Goodlad í Føroyum og kannar ymiskt. Samandið við Føroyar verður í seinasta kapittli í bókini. Hann sigur, at eitt av endamálunum við at vera í Føroyum er at fáa samband við føroyingar, møguliga familju hjá monnunum, sum sigldu uppá Hetland ella vóru við hetlendskum skipum. Seint í 1800 árunum var Dr. Jakob Jakobsen í Hetlandi og skrivaði niður gomul hetlendsk orð av norrønum uppruna, sum hetlendingar framvegis kendu og kanska nýttu. Í sama viðfangi ávaraði hann føroyingar um málsligu gongdina at føroyska málið kundi fáa somu lagnu sum tað hetlendska, um vit ikki arbeiddu fyri at varveita tað. John Goodlad sigur, at um tað mundið, tá hetlendingar fiskaðu við Føroyar, nýttu teir framvegis nógv gomul orð, sum føroyingar eisini kendu. Tí kunnu vit siga, at tíðarskeiðið fyri 1900 var seinastu ferð at føroyingar og hetlendingar prátaðu saman, uttan at enskt varð nýtt. Hetta er eisini at dokumentera føroyska siglingarsøgu, so um tú situr inni við einhvørjum, einari søgu ella upplýsing, líkamikið hvat, vil John Goodlad fegin frætta frá tær. Aftur hetta seinasta vikuskifti hoyrdu vit um ógvusligan og beinleiðis vandamiklan harðskap millum ung í náttarlívinum. Ein ungur maður varð so illa viðfarin, at hann í skundi varð sendur av landinum til viðgerðar. Í Sjónarhorninum í dag spyrja vit millum annað, um vit noyðast at liva við ógvusliga harðskapinum, ella um vit kunnu gera nakað til tess at forða fyri, at harðskapurin veksur upp aftur meira ella upp aftur betri Um vit kunnu gera nakað, sum fær ógvusliga harðskapin at minka aftur. Í útvarpsstovuni er ein kriminalpolitistur, ein sálarfrøðingur og leiðarin á Kriminalforsorgini. HOYRI MEIRA Í SJÓNARHORNINUM Í morgin er hoyringsfreistin til ætlaðu friðingina av økinum framman fyri søguligu bygingarnar hjá Thomsen á Tvøroyri úti. Økið har Varðin Pelagic ætlar at útbyggja frystigoymsluna. Bjørn Kalsø, landsstýrismaður við mentamálum, hevur evstu avgerðina, og hann er á Tvøroyri í dag. Tvøroyrar býráð sleppur at brúka nýggju regluna um frávik í tíðarfreistunum í lógini um býarskipanir og byggisamtyktir, so Varðin Pelagic kann útbyggja frystigoymsluna. Innlendismálaráðið kannaði ikki grundgevingarnar um tíggjutals milliónir, sum høvdu farið fyri skeytið, fekk býráðið ikki undantaksloyvið. Landsstýrismaðurin heldur at tað er í lagið at hetta ikki varð eftirkannað. Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, sendi loyvið til Tvøroyrar í morgun. Byggiloyvi, sum Varðin Pelagic upprunaliga fekk til sjálvt uppsjóvarvirkið á Tvøroyri, varð útskrivað aftaná, at virkið stóð liðugt á havnalagnum á Tvøroyri Nógv undrast um, at tað hevur gingið so skjótt at fáa stóra virkið á Tvøroyri upp at standa. Søgan byrjar stutt eftir nýggjár í fjør 16. januar søkir Delta Seafood, altso ikki Varðin Pelagic, Tvøroyrar kommunu um at byggja upp í verandi flakavirki. Og tað skal brúkast til eitt uppsjóvarvirki. Skitsan, sum verður send við, vísir eitt virki, sum í vavi minnir um tað, ið Varðin Pelagic hevur standandi har í dag. Umsitingin í Tvøroyrar kommunu fer beinanvegin at viðgera málið, og longu dagin eftir, 17. januar, fær Delta Seafood eina skrivliga undangóðkenning frá teknisku deild í kommununi. Fekk áminning 19. apríl kemur ein nýggj umsókn um byggiloyvi hesa ferð frá Varðanum Pelagic. Felagið søkir um at byggja avskipingarbygning, transformatorrúm og avísingarrúm á sama matrikli. Tummas Sørensen, býarverkfrøðingur á Tvøroyri, ger 15. mai eina roynd at fáa viðurskiftini í rættlag. Skrivliga minnir hann Varðan Pelagic á, at felagið bara hevur fingið eina undangóðkenning. Býarverkfrøðingurin eftirlýsir eina fullfíggjaða ætlan, sum hevur frágreiðingar, ið samssvara við lóggávuna. Men tá verður longu bygt upp á lívið niðri á kaiini á Tvøroyri. Spurningurin er, um málsviðgerðin var lagi, tá ið Delta og Varðin Pelagic ynsktu at byggja nýggja uppsjóvarvirkið á matrikulnummari 493b á havnarlagnum á Tvøroyri. Ikki at hitta Tann spurningin kundu vit hugsað okkum at sett eitt nú býarverkfrøðinginum í Tvøroyrar kommunu. Tað var nevniliga býarverkfrøðingurin, sum skrivaði byggiloyvið, ið Varðin Pelagic fekk frá teknisku deild hjá Tvøroyrar kommunu. Vit vildu spurt býarverkfrøðingin, Tummas Sørensen, sum situr á fundi í allan dag, hví byggiloyvið, hann skrivaði Varðanum Pelagic, er dagfest 18. juli í 2012. Tá stóð virkið nevniliga longu liðugt á havnalagnum á Tvøroyri. 21. mars er altjóða Down Syndrom dagur, og í fleiri londum verður nógv gjørt burturúr. Í Føroyum er dagurin higartil farin stillisliga framvið, men í ár eru nøkur, ið hava tikið stig til at royna at varpa ljós á dagin. Johanna og Bogi Andreasen mistu Róa, sum hevði down syndrom, fyri næstan 6 árum síðan. Enn fyllir Rói nógv í teirra hugaheimi. Tey hava tí valt at hjálpa at ansa Jórun Maj, sum eisini hevur down syndrom. Lurtið eftir samrøðuni við Boga og Johonnu her. AElig tlanin hevur verið at gera avtalu við hjálparfelagsskap at standa fyri hitastovuni. Í 2012 vendi Frelsunarherurin sær til kommununa við ætlan um at byggja Herbergið á Dalavegnum út til eisini at fevna um dagtilhald til tey heimleysu. Hetta samsvarar væl við nýtslumøguleikarnar og virksemið, sum Herbergið frammanundan hevur. Dagtilhaldið fer at hava opið frá kl. 11 til 18 hvønn dag, har tey heimleysu, umframt mat, eisini hava høvið at taka lut í smærri ítrivum. Frelsunarherurin hevur fingið byggiloyvi, rindar allan kostnaðin fyri byggingina, men søkt verður um stuðul til raksturin. Umsitingin hevur, saman við Frelsunarherinum, gjørt uppskot til avtalu um stuðul til rakstur av hitastovu dagtilhaldi til heimleys í Tórshavnar kommunu. Landsstýrið arbeiðir í fullum álvara við at hækka markið, so arbeiðsloysið í Føroyum ikki forðar fyri, at útlendingar, fólk úr ES londunum, kunnu fáa arbeiði í Føroyum. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, sigur, at uppskot um hetta kemur kanska longu nú í vár. Tá arbeiðsloysið á heysti í 2009 fór upp um hálvt fjórða prosent fór lógin, sum gav ES borgarum serlig rættindi, úr gildi. ES borgarar hava síðani tá verið triðjalands borgarar sum fólk í øllum øðrum londum, sum vilja arbeiða í Føroyum. Skal gerast lættari hjá fleiri Men hetta markið skal kanska hækkast upp í hálvt sætta prosent ella upp aftur meira, so lógin aftur kann koma í gildi, sigur løgmaður Lógin um serligu rættindini hjá ES borgarum kom í gildi 1.juli í 2008 og fór úr gildi aftur fyribils 27.november í 2009. Tí í viðmerkingunum til lógaruppskotið stendur, at reglurnar viðvíkjandi ES ríkisborgarum bara hava virknað, tá serligur tørvur er á arbeiðsmegi í Føroyum. Og tað er, tá lítið arbeiðsloysi er í Føroyum. Arbeiðsmegi manglar í Føroyum Tá arbeiðsloysið í minsta lagi í tríggjar mánaðir er oman fyri 3,5 prosent, boðar landsstýrið donsku útlendingamyndugleikunum frá tí, og lógin kann setast úr gildi. Og tað var júst tað, sum hendi í november í 2009. Arbeiðsloysi upp á 3,5 prosent og enntá nakað meira enn tað verður í øðrum londum ikki roknað sum veruligt arbeiðsloysi. Nógvir føroyskir handverkarar arbeiða í øðrum londum, millum annað í Norra. Men nú skulu nakrar stórar byggingar gerast næstu árini, ein, Marknagilsdepilin, varð samtyktur í løgtinginum í dag. Í gjár segði Sigurð Poulsen, stjóri í Landsbankanum, at tað ger einki, at føroyskir handverkarar arbeiða í øðrum londum, bara útlendskir handverkarar koma til Føroya í staðin fyri Í gjár kastaði Heri í fyrstu kappingargreinini hamarkast, har hann vann sær eitt triðjapláss. Heri Ziska hevur tvær kappingargreinar eftir, diskos og vektkast. Vit prátaðu við Hera eftir fyrstu greinina. Eisini hitta vit Páll Danielsen, Elin á Rógvi, Marita Dalsgaard, Bergur Rasmussen, og Gunnvá Zachariassen, eins og vit fáa ljóðbrot úr nøkrum av leikunum. Og í mentanarálmanakkanum frætta vit um eitt nú nýskipaðu føstu framsýningina í Listaskálanum, áhugavert sálma , sang og tónleikatiltak í Sandavágs kirkju, og frásøgukvøld fyri vaksin í Norðurlandahúsinum. Um vikuskiftið vann Øssur Debes Eiriksfoss sítt fyrsta danska meistaraheitið í lopi yvir hest, og mánadagin fekk hann so endaligu boðini frá Marian Rizan, landsliðsvenjara í amboðsfimleiki í DK, at hann var úttikin á danska landsliðið til EM í Moskva 17. til 21 apríl. Vit tosa við Øssur um úttøkuna, og hvussu hann fer at fyrireika seg til EM, sum longu er um 3 4 vikur. Marknagilsdepilin verður nú bygdur fyri 515 milliónir krónur, og hann skal standa liðugur í 2016. Tað samtykti eitt einmælt løgting við 2. viðgerð fyrrapartin. Tað var ein samd fíggjarnevnd, ið mælti løgtinginum til at samtykkja at byggja Marknagilsdepilin. Men formaðurin í fíggjarnevndini, Bárður á Steig Nielsen, legði landsstýrismanninum í mentamálum, Bjørn Kalsø, eina við at fylgja neyvt við byggingini, so fíggjarætlanin heldur. Marknagilsdepilin skal standa liðugur í 2016, legði Bjørn Kalsø, landstýrismaður, dent á. Studentaskúlin í Hoydølum hevur aftur í ár fingið metnógvar umsóknir. 388 næmingar vilja sleppa í Hoydalar eftir summarfrítíðina. At so nógvir umsøkjarar eru, ber í sær, at tað sannlíkt byrja fimm fleiri flokkar í Hoydølum eftir summarfrítíðina enn tað fara út, tá skúlaárið endar í summar. Tað setir stór krøv til hølisviðurskiftini á skúlanum, sum frammanundan ikki eru nøktandi. Skúlin hevur ikki umstøður at húsa øllum næmingunum. Rektarin í Hoydølum, Mikkjal Helmsdal, er ikki heilt álvurligur við støðuna. Um neyðugt Neyðarrópini úr Hoydølum hava funnið vegin fram til landsstýrismannin, sum lovar at loysa hølistrupulleikarnar. Tað besta hevði verið at sloppið undan fleiri íløgum, nú nýggjur skúladepil skal byggjast í Marknagili. Men er tað neyðugt, so verður tað gjørt. Tað sigur landsstýrismaðurin í skúlamálum, Bjørn Kalsø, sum lovar, at hølistrupulleikarnir á Studentaskúlanum í Hoydølum verða loystir. Sálarfrøðingur Katrina Lindenskov Holm greiðir frá, hvussu børnini mangan uppliva ein hjúnarskilnað. Eisini svarar hon mongu sms unum og brøvunum, sum lurtarar sendu. Í fyrra tímanum ummælir Uni Leitistein Hansen, Keldufar nýggju fløguna hjá Lív Næs. Tað sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, í sambandi við stríðið um útbyggingina av frystigoymsluni hjá Varðanum Pelagic á havnalagnum á Tvøroyri. Páll Holm Lave, arkitetkur, hevur gjørt eitt uppskot um, hvussu pláss verður fyri bæði fornminnum og frystigoymsluni hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri. Kristin Michelsen, borgarstjóri, sigur, at Tvøroyrar kommuna í løtuni viðger uppskotið, men hann vil ikki gera ítøkiligar viðmerkingar til tað, sum Páll Holm Lave mælir til. Fleiri uppskot Borgarstjórin upplýsir at kommunan hevur fingið fleiri onnur uppskot, sum vísa á loysnir. Hesi uppskot verða eisini viðgjørd í løtuni, sigur hann, men vil tó ikki siga, hvussu nógv uppskot kommunan arbeiðir við í løtuni, og heldur ikki, hvørjum uppskotini eru frá. Kristin Michelsen vil heldur ikki gera viðmerkingar til málið annars í løtuni. Hósdagin verður fundur á Tvøroyri um støðuna á havnalagnum. Við á fundinum vera umboð fyri Tvøroyar kommunu, umboð fyri fornminnisnevndina, og landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, og aðalstjórin í Mentamálaráðnum, vera eisini við. Í kjalarvørrinum av nógvu umrøðuni av børnum í sorg í seinastuni, kundi eg hugsað mær at vitað meiri um, hvussu eg sum lærari fyrihaldi meg til næming í sorg. Vit hava eina tilbúgvingarætlan í skúlanum, so greiðar mannagongdir eru fyri hvussu hond verður tikin um barnið tá deyðsfallið hendir og tíðina beint eftir. Men eg kenni tað mangan trupult, nú ein tíð er fráligin. Veit ikki l thvat eg skal siga l tum eg skal siga nakað ella heldur bíða til barnið vendir sær til mín l thvat eg kann krevja av barninum í skúlanum o.s.fr. Gott um eg kundi fingið nøkur góð ráð hesum viðvíkjandi. Atlantic Sea Salt framleiðir salt úr havinum og setir ymiskar smakkir til. AElig tlanin er at selja saltið á heimsmarknaðinum. Rani K. Gærdbo, Herman E. Winther og Tórur S. Hansen hava stovnað virkið. Teir vunnu kappingina Ungt Virkið, sum var um vikuskiftið. Teir ganga á Handilsskúlanum í Havn. Handilsskúlin í Havn vann fyrsta, annað og triðja plássi í kappingini. Vit eiga at seta gongd aftur á kjakið um ES limaskap. Tað heldur fólkatingslimurin, Sjúrður Skaale, sum ígjár legði fram bóklingin Ja til Evropa . Bóklingurin er ætlaður sum eitt íkast til kjakið um ES limaskap. Eitt kjak, sum í Føroyum ofta hevur verið merkt av óneyðugum ræðumyndum, heldur fólkatingslimurin. Tað sigur formaðurin í Javnaðarflokkinum, Aksel V. Johannesen. Tað kunnu vera fleiri fyrimunir við limaskapi, men har eru eisini nógvir vansar. Og tí er Javnaðarflokkurin framvegis ímóti ES limaskapi, staðfestir formaðurin. Umframt at starvast í musikkskúlanum og spæla við Føroya Symfoniorkestri, hevur Andrea Heindriksdóttir eisini ofta luttikið í almenna samfelagskjakinum um tónleik og mentan. Í sendingini greiðir hon frá síni tónleikaligu bakgrund og nøkrum av sínum hjartamálum. Arkitekturin, Páll Holm Lave, hevur sjálvboðin hevur gjørt uppskot um, hvussu pláss verður fyri bæði fornminnum og frystigoymslu á Tvøroyri. Uppskotið er at gera eitt knekk millum virkið og nýggju frystigoymsluna hjá Varðanum Pelagic. Úr hesum sprettur ein víður kíli á kaiini. Umframt frystigoymslu verður nú møguligt at gera bæði nýggjan bátahyl og fiskatorg. Eli Poulsen velur ein sang, yrkir eitt ørindi og sendir drunnin víðari. Drunnurin er fastur táttur í morgunsendingini mánamorgnar. Dagurin hevur verið hildin um allan heim í átta ár, og hetta er fyrstu ferð nakað verður gjørt burturúr degnum í Føroyum. Bólkurin, sum skipar fyri, skipar fyri framsýning og tónleikainnsløgum í hølunum hjá Østrøm í Havn. Fía Petersen, ein av fyriskiparunum, var í Góðan Morgun Føroyar og greiddi frá. Toppskjúttin bestu fótbóltsdeildini við monnum í fjør, 34 ára gamli Clayton Soares úr Brasilia, hevur livað av olmussu í Fuglafirði seinastu tíðina. Hóast Claton Soares hevur spælt fótbólt í Føroyum í 12 ár, fór arbeiðsloyvi hansara millum skins og hold í skrivstovuveldinum í danska Udlændingestyrelsen, sum varðar av útlendingalógini. Úrslitið er, at ÍF ikki hevur kunna brúkt toppskjútta fyrstu dyrstinar og eiheldur hevur kunna goldið Clayton Soares løn. Hetta er als ikki nøktandi, sigur Magnus Jørmudson, formaður í ÍF. Í fýra feløgum Clayton Soares kom fyrstu ferð til Føroyar í 2002 at spæla við FS Vágum. Síðan hevur hann, umframt FS Vágar, umboðað B71 og 07Vestur, áðrenn hann í fjør skrivaði sáttmála við ÍF. Hesi 12 árini, Clayton Soares hevur umboðað føroysk feløg, hevur hann spælt 242 dystir og skotið 168 mál. Talan er eisini um ein ordiligan gentlemann á vøllinum. Hesi tólv árini hevur Clayton eitt gult kort um árið og hann er ongantíð vístur av vølli. Teknistovan hjá J.P. Gregoriussen hevur havt mangar og fjølbroyttar uppgávur seinastu hálvu øldina. Har eru teknað meir enn 200 sethús, har eru nýggir skúlar og aðrir almennir stovnar teknaðir, eitt nú Eysturskúlin, Listaskálin og Útvarpshúsið. Palli Gregoriussen stóð eisini fyri at byggja Sparikassan út og at nýtíðargera gamla Sjóvinnubankan undir Kjallara. Hann hevur somuleiðis verið nógv uppi í at dagføra og byggja út kirkjur kring um í landinum. Fýra rættiliga ymsir spurningar vóru viðgjørdir í Also hesaferð. Ein lurtari undrast yvir námsferðir hjá teimum ungu, sum viðkomandi heldur vera bæði dýrar og óneyðugar. Hesum tóku tey trý, Jákup Sverri Kass, Durita Nolsøe og Pætur Marjunarson Dahl, als ikki undir við. Námsferðir, sum eru vælfyrireikaðar, eru við til at menna tey ungu, søgdu tey millum annað. Hinir spurningarnir vóru um, hvar markið gongur fyri á lána út, hví tað er neyðugt at klemmast, tá vit hittast og um tað er at fara út um mark, tá ung hava veitslu heima og fara í klædnaskápið hjá mammuni at passa klæðir. Hoyrið sendingina her. Umframt at til ber at ringja, so kann ein eisini stuðla Beranum fíggjarliga, við at pening á konto 6460 1655363 Lurta eftir sendingini her Útvarpsstovan er flutt í Norðurlandahúsið. Fróði Vestergaard greiðir frá, hvussu støðan er í húsinum. Vit tosa við sálarfrøðingarnar, Súsonnu Skaale og Tóru Petersen. Eisini tosa vit við løgreglumannin Jan Hermansen, ið luttekur á festivalinum . Filmurin Cloud Atlas verður eisini ummældur. Í dag kemur Ronja Johannesen úr Vestmanna, sum misti beiggja sín fyri seks árum síðani, at greiða frá tí, sum hon skrivar. Og vit hoyra tað, sum hon skrivar. Eisini eru vit til venjing hjá barnakórinum Cantus, sum venur til konsertina hjá Beranum leyggarkvøldið 16. mars. Men Varðin Pelagic kann fara til verka alt fyri eitt, nú lógin er broytt, tí arbeiðið kann ikki steðgast, hóast kært verður um byggiloyvið. Men tað er sera sjáldan, at slíkar kærur hava steðgandi virknað.Verður lógin lýst í morgin kemur hon í gildi sunnudagin, 17.mars. Síðani skal býráðið á Tvøroyri biðja um frávik eftir júst samtyktu broytingini. Tað fær býráðið. Og so skal býráðið leggja fram aftur broytingarnar í byggisamtyktini, sum hava ligið frammi síðani 25.februar. Og tær skulu nú liggja frammi í eina viku. Tá tann framløgan er liðug, eru vit komin í dymbuldagavikuna og hósdagin í teirri vikuni byrja páskirnar. Alt kann vera í lagi hjá býráðnum og Varðanum Pelagic kanska 27.mars ella 2.apríl. Vinna kanska tvær vikur Tað kundi tað eisini tann 10.apríl sambært vanligu freistunum, tí tá er tann vanliga seks vikur langa kærufreistin farin. So býráðið á Tvøroyri og Varðin Pelagic vinna eina ella tvær vikur av lógarbroytingini. Tí landsstýrismaðurin skal ikki, hann kann sambært lógini leggja uppskotnu broytingarnar og mótmælini fyri Býarskipanarnevnd landsins til ummælis. Sama dag, sum landsstýrismaðurin í innlendismálum fær broytingarnar, kann hann góðkenna tær. Og so er klárt og liðugt hjá byráðnum at fylla hylin og hjá Varðanum Pelagic at fyrireika sína bygging. Týðandi virðir Men kanska verður arbeitt vikuskifti og páskadagar, tí lógarbroytingin skal forða fyri, at týðandi vinnulig og stór samfelagslig virði fara fyri skeytið. Sambært landsstýrinum standa tíggjutals milliónir upp á spæl í lønar og skattainntøkum. Landsstýrismaðurin avger, hvørji virði eru so týðandi og stór, at tey fáa frávik. Og hann hevur longu sagt, at frystigoymslan á Tvøroyri er tað. Gevur býráðið á Tvøroyri byggiloyvi, kann tann avgerðin kærast til Kærunevndina í lendismálum. Men Varðin Pelagic kann fara til verka fyri tað, tí lógarbroytingin sigur eisini, at kærur í hesum førinum hava ikki steðgandi virknað. Og tað er kanska, tá av tornar, størsti munurin á lógini, sum hon var, og sum hon nú er. Tað er tó sjáldan, at slíkar kærur hava stegðandi virknað. Allar súður ikki siftar Kærunevndin hevur, síðani hon kom, viðgjørt 108 mál. Bara í níggju førum hevur hon tikið avgerð um steðgandi virknað. Men allir súðir eru ikki syftar fyri tað. Tí Fornminnisnevndin vil víðka friðingina á havnarlagnum á Tvøroyri. Sleppur hon tað, kann eingin byggja har uttan loyvi frá Fornminnisnevndini. Tvøroyrar býráð og tey, sum eiga upp móti økinum, ætlanin er at friða, hava fingið freist til 22.mars, um eina viku, at svara hoyringarskrivinum. Fornminnisnevndin kann tó bara mæla til at friða. Avgerðina eigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum. Síðani valið í Grønlandi týsdagin hevur verið gitt óført um at formaðurin í IA, Kuupik Kleist, ætlar at leggja frá sær. Men hóast IA fekk stóra afturgongd í valinum, vísir Kuupik Kleist hesum aftur. Brotmyndalistin Hvør er kongur í Kongagøtu er ein samanrenning av tónleiki, myndlist, drama, grafikki, ljóði, ljósi, dansi og rørslum. Upprunaliga skuldi hetta verða ein sangleikur. Í staðin fyri hevur leikurin ment seg til eina sokallaða brotmyndalist, har tíggju føroyskir sangir verða sungnir. Allir tíggju sangirnir verða á leiklistarligan hátt samantvinnaðir til eina heild frá sangi til sang við styttri og longri dialogum. Tað eru í stóran mun útlendingar, sum eta á Geranium, og rokningin er vanliga omanfyri 2000 krónur fyri hvønn, sigur John Ian Bertholdsen. Fyri at fáa tvær Michelin stjørnur skulu hesar treytir lúkast Framúrskarandi køkur, nærløgd og køn tilgerð av rættunum. Vitjan er verd ein umveg. Morgunsendingin tosar við Teit Egholm Fossaberg, fyriskipara, og Teemu Suominen úr Finlandi, sum er ein av trimum útlendskum dómarum Stóri taparin á valinum í Grønlandi týsdagin gjørdist IA, ið hetta seinasta valskeiðið hevur havt landsstýrisformannin Kuupik Kleist og verið størsti flokkur. Hóast flestu meta, at lítil møguleiki er fyri, at IA fer í samgongu við Siumut nú, so var Kleist ikki heilt avvísandi aftaná fundin við Siumut ígjár. Seinasta mikudag vóru vit á vitjan hjá sorgarbólkinum Beranum. Vit hoyra brot úr samrøðum í bólkunum. Randi fer at greiða frá málningum, sum hon hevur málað. Eisini fer Djóni Nolsøe Joensen at greiða frá hann er ein av bólkaleiðarunum Meirilutin, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir úr fólkaflokkinum, Reimund Langgaard úr sambandsflokkinum, Mikkjal Sørensen úr javnaðarflokkinum og Gerhard Lognberg úr javnarflokkinum, siga í álitinum, at broytingar skulu síggjast sum ein undantaksmøguleiki. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir er forkvinna í rættarnevndini og partur av meirlutanum. Tað halda ráðgevarnir Kim Hamsen og Jan Otto S. Holm. Í vikuni hava nógv fólk fyrst fingið pengar lovaðar aftur í skatti, sum síðan eru kravdir innaftur. Sálarfrøðingurin og fyriskiparin av sálarfrøðiliga fakfestivalinum, Suni Poulsen, greiðir frá, hvat er á skránni henda fyrra dagin av festivalinum. Eisini prátar Elin við sálarfrøðingin Nenad Elkjær um flogræðslu, og við sálarfrøðingin Annbjørg Abrahamsen um troytt starvsfólk eru ein potentiellur vandi fyri arbeiðsplássini. Í seinna tímanum er hósdagskappingin á skránni. Eisini eru vit til frumframførslu av leikinum Systrarnar á Kinn í Losjuni í Gøtu, eins og vit í mentanarálmanakkanum eitt nú frætta um sangleik hjá 10. flokkum í Skúlanum á Ziskatrøð í Klaksvík, og í Fuglafjarðar Skúla, eins og Gunnvá Zachariassen sigur frá um LeikREAD, Nordic Reading Festival Tað er danski listamaðurin Joakim Skovgaard 1856 1933 málaði í 1901 upprunaliga altartalvuna, sum myndar stóru kvøldmáltíðina Luk. 14, 15 24 , til dómkirkjuna í Viborg í Danmark. Málningurin varð málaður beinleiðis á kálkaða veggin í kirkjuni, men skjótt sást, at væta setti gjøgnum veggin og hótti við at oyðileggja málningin. Hann varð tí tikin niður í 1913 av serfrøðingum úr Italia og førdur yvir á lørift, og ein annar eins málningur málaður á sama stað. Stóra kvøldmáltíðin varð síðani flutt til Statens Museum for Kunst, til hann varð settur upp í Christianskirkjuni í 1963, tá ið kirkjan varð bygd. Umframt skaðan, ið málningurin fekk í Viborg, hevur hann verið fyri broytingum og smærri skaða, meðan hann hevur hingið í Statens Museum for Kunst og eisini aftaná, at hann er komin í Christianskirkjuna. Landsstýrið vil fyrst vita, hvørja ávirkan útbyggingarnar á flogvøllinum hava á flogferðsluna, áðrenn støða verður tikin til hvør kann eiga Atlantic Airways. Tað segði Johan Dahl, landsstýrismaður, í løgtinginum í dag. Hann varð spurdur um einskiljingina av Atlantic Airways. Landið eigur framvegis tveir triðingar av flogfelagnum. Um allan heim komu heilsanir og fólk frøddust um at nýggjur pávi, Frans I, er útnevndur. Eisini í Føroyum gleðast fólk um, at nýggjur pávi er valdur. Vit hava hitt amerikanska prestin í Mariukirkjuni í Havn, Paul Marx Tað hevur ongantíð verið upp á tal, at Koks skuldi hava eina Michelin stjørnu, tí Føroyar eru ikki partur av landafrøðiliga økinum, Michelin matstovu leiðvísarini fevnir um. Tað sigur Mortan í Hamrabyrgi, mat ummælari og kennari, í sambandi við, at søgur hava gingið um, at Koks hevði møguleika at fáa eina Michelin stjørnu. Brynhild Thomsen hevur mett um orðingarnar í brøvum, ið nógvir borgarar ikki sleppa undan, men sum dagliga koma dettandi inn um brævsprekkuna. Í innslagnum hava vit eisini spurt fólk á gøtuni, hvussu tey skilja tekstirnar í brøvunum. Eru brøvini orðaði soleiðis, at tað er vónleyst hjá fólki at skilja, hvat avsendarnir royna at siga okkum Hoyr alt innslagið her. Í nógv ár hevur verið funnist at, at føroyska mjólkin er ov kostnaðarmikil. Í 2015 tekur ES so allar mjólkarkvotur av, og tað kann lættliga herða kappingina á evropeiska mjólkarmarknaðinum. Og verður mjólkin í Evropa bíligari, er spurningurin, hvussu verður við føroysku mjólkini. Hvørjar ætlanir hava føroyskir mjólkarbóndur og Mjólkarvirki Búnaðarmanna í hesum sambandi, og hvussu við øðrum mjólkarúrdráttum, eitt nú osti, spyrja vit millum annað. HOYR MEIRA Í SJÓNARHORNINUM Mentan og útbúgving verður sett í fremstu røð, tá talan er um virksemi í nýggja útnorðurmentanarhúsinum, sum verður bygt í Odense. Føroyingafelagið í Odense hevur verið við í tilgongdini við nýggja mentanarhúsinum. Nevndarlimur í føroyingafelagnum er Joan Ziskason. Ætlanin við sendingin er at lýsa, hvussu tað er at liva og lesa í Føroyum. Tó verður eisini ymiskt lættari tilfar í Ó beinleiðis. Morgunsendingin tosar við Marin Eidesgaard, ið er annar verturin, og Rógva Mikkelsen, sum telist millum fyriskipararnar. Margarinfabrikkin skipar aftur í ár fyri Sement, ið er voksið seg til at vera eitt sera vælumtókt tiltak, ið gevur spírandi tónleikarum møguleika at framføra sín tónleik fyri almenninginum í góðum og fyri næstan altíð fullum hølum. Bólkurin einstaklingurin, ið fer avstað við sigrinum, vinnur studiotíð í stásiligu Studio Bloch. Eisini fer G Festivalurin at velja ein bólk einstakling, ið verður boðin at spæla á festivalinum í ár. Umframt hetta, letur Simme Musikkhús eitt gávukort á 3.000, til vinnaran. Sement verður 22. og 23. mars. Í dag fer Anna at greiða meira frá sorgarbólkinum Beranum. Og so fer Annika at greiða frá hennara tilknýti til sjálvhjálparbólkin Beran. Hetta er 2. sending í samband við, at Berin hevur 10 ár á baki. Nógv fólk møttu í morgun úti við Prestá á Skála, har gongutúrurin byrjaði. Síðani var farið longur inn í bygdina og túrurin endaði uttanfyri kenda Turkihúsið á Skála. Vit fara at varpa ljós á evnið børn og sorg. Í fyrstu sendingini greiðir Anna Dalsgaard frá. Hon var ein teirra, ið setti sjálvhjálparbólkin á stovn. Í fyrra tímanum er Lena Andersen gestur, og seinni greiðir Høgni Sloan Justesen frá, hvat Netflix er fyri nakað. SMS skipanin var sum vant opin, og nógvir lurtara nýttu møguleikan at siga sína hugsan um Netflix, og at seta Høgna Sloan Justesen spurningar um internet sjónvarp. Spenningur er í Grønlandi í dag, nú val er til landstingið. Í mentanarhúsinum Katuaq mitt í Nuuk hava nógv fólk verið og greitt atkvøðu. Flokkarnir hava verið uttanfyri valstaðið, og tá Kringvarpið var á staðnum var einasti formaðurin, sum hevði tíð at vera har, Aleqa Hammond, forkvinna í Siumut. Hóast tað hevur staðið á jøvnum millum sitandi samgongu og andstøðu í veljarakanningunum, so fara fólk at velja tað trygga, tá tey standa í atkvøðuhølinum. Tað væntar Christian Schultz Lorentzen, ábyrgdar blaðstjóri á Grønlandspostinum. Umframt at greiða frá sínum lívi, velur Salua eisini fimm sangir, ið hava serliga týðning í hennara lívi. Seinni ummælir Niels Uni Dam nýggju fløguna hjá Orku, Live At Trans Musicales, sum varð givin út beint fyri jól í fjør. Løgtingið má hugsa seg væl um, áðrenn tað samtykkir uppskotið hjá landsstýrinum at loysa trætuna við byggiloyvinum hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri. Tí hetta kann fáa málið at draga enn meira út, sigur Kári á Rógvi lektari í løgfrøði. Góðan morgun Føroyar hevur fingið soljóðandi spurning frá einum lurtara, til pedagogin, Beintu Dalbø, ið svarar spurningum frá lurtarunum Fyri stuttari tíð síðan byrjaði barnið hjá okkum í vøggustovu. Byrjanin gekk sera væl. Mamman var ikki byrjað at arbeiða, so hon kom við barninum. Nú er so gerðandisdagurin byrjaður, og tað er sum oftast pápin, sum avleverar barnið í vøggustovu. Starvsfólkini í vøggustovuni siga, at tað gongur væl, men hvørjaferð, ella næstan hvørjaferð, barnið verður avleverað í vøggustovu, grætur barnið. Tað er so ringt at skilja, tá starvsfólkini siga, at tað gongur væl. Kann tað vera so Hoyr, hvat pedagogurin, Beinta Dalbø, svarar lurtaranum, sum hevur skrivað til Góðan morgun Føroyar. Handilsskúlin leggur nú um sínar gymnasialu útbúgivngar. Frá HH til Búskaparbreyt. Tað er ein nokk so stór broyting, og fyri at gera tað einfaldari at fáa yvirlit yvir teir møguleikar sum eru at seta saman eitt prógv hava vit skipað útbúgvingina í lestrarlinjur. Stjórin á Handilsskúlanum í Havn, Helena Dam á Neystabø, var í morgunsendingini. Henning greiðir frá sínum tónleikalívii, og harumframt hoyra vit ljóðbrot frá komandi fløguutgávuni hjá Divaz. Eyðfinn Jensen var til mannfólkakvøld á str m fríggjakvøldið 8. mars. Vit lýta aftur á tiltakið, og hoyra ymisk brot frá tiltakinum. Um tú hevur hug at hoyra meira frá mannfólkatiltakinum á Ouml str ouml m, fríggjakvøldið tann 8. mars, ber til at hoyra alla sendingina á netvarpinum. Henning greiðir frá sínum tónleikalívi. Eisini hoyra vit brot frá komandi fløguutgávuni hjá Divaz. Eyðfinn Jensen var til mannfólkakvøld á strøm fríggjakvøldið 8. mars. Vit lýta aftur á tiltakið, og hoyra ymisk brot frá tiltakinum. Gesturin í morgun var Olga Biskopstø, sum samskipar arbeiðið í Útoyggjafelagnum. Innlendismálaráðið hevur játtað 770.000 krónur til 10 verkætlanir, sum hava til endamáls at menna útoyggjarnar. Men ger hetta nakran mun Hetta hava vit spurt samskiparan Olgu Biskopstø um. 2. flokkur í Leirvíkar skúla hevur arbeitt nógv við list. Tey arbeiða í verkstøðum, tey hava gjørt eina framsýning við myndum av tjøldrum. Tað heldur Johan Dahl, landsstýrismðauer í vinnumálum, sum er sinnaður at veita nýggjum vinnum ávísar skattafyrimunir. Løgtingið fer í dag at hava fyrstu viðgerð av uppskoti hjá Janusi Rein, uttanflokkatingmanni, sum mælir til at játta stuðul til eitt telduspæl framleiðsluhús í Føroyum. Janus Rein mælir til, at landið játtar eina hálva millión krónur árliga í trý ár til endamálið. Kreativar vinnur skulu hava hægstu raðfesting í 2013. Tað heldur Vinnuframi, sum hevur gjørt av at leggja serligan dent á menning av kreativum vinnum í hesum árinum. Regin W. Dalsgaard er formaður í stýrinum fyri Vinnuframa. Tað var Skótalið Sigmunds Brestissonar sum skipaði fyri Grærismessuhaldinum í Havn í ár. Eins og undanfarin ár, gingu skótar saman við Havnar Hornorkestri skrúðgongu oman á Vaglið í Havn, har Theresa Turidardóttir, stjóri á kunningarstovuni í Havn, helt grækarismessurøðuna. Lestrarárini hjálpti Palli Gregoriussen til á ymsum teknistovum í Keypmannahavn. Aftur komin vann hann eina kapping um føroysk sethús. Ein tann fyrsta stóra uppgávan var at fullføra stóra uppíbygging í Fuglafjarðar skúla. Nýggja posthúsið í Klaksvík kom eisini á breddan, og síðani varð hann biðin um at tekna Ellisheimið í Vágum. Onnur áhugaverd uppgáva var Ólavskirkjan í Kirkjubø. Hon varð endurbygd samstundis sum Sverri Dahl gjørdi týdningarmiklar fornfrøðiligar kanningar í Føroya elstu kirkju. quot Eg ætli mær at halda 40 ára føðingardag, og eg vil sjálvur sleppa at gera av, hvør verður boðin við. Eitt nú tími eg ikki systkinabørn, sum eg ikki havi sæð í longri tíð og ei heldur súrar konur, sum toga sínar menn heim á midnátt. quot Soleiðis skrivar ein lurtari til Also, og gestirnir hesaferð, Andras Sólstein, Malan Eyðunsdóttir og Sofus Hansen, lofta evninum og taka fyri so vítt undir við hesum lurtaranum. Onnur evni í sendingini hesaferð vóru kvinnudagurin, hundar, sum goyggja dag og nátt og órógva grannalagið og ein lurtari undrast yvir, hví kona hansara altíð vil sleppa at bestemma, hvørji klæðir hann skal ganga í. Hoyrið sendingina her. Vestmanna kommuna noyðist at spara í ár, tí nýggja ellis og røktarheimið varð seinkað fleiri mánaðir, og gjørdist dýrari enn ætlað. Sparast skal í íløgum og rakstri, men trivnaðurin skal framvegis vera góður í bygdini, og næsta ár verður betri aftur, sigur borgarstjórin. Fíggjarnevndin er samd um at byggja tunnil til Viðareiðis. Okkurt verður spart burtur, men tunnilin lýkur øll trygdarkrøv, lovar fíggjarnevndarformaðurin. Fíggjarnevndin hevur skrivað álit um tunnilin til Viðareiðis. Og øll nevndin er samd um, at játtast skulu meira pengar, enn tær 150 milliónir krónurnar, sum upprunaliga var ætlanin, at tunnilin skuldi kosta. Fíggjarnevndin mælir til at játta 162 milliónir krónur til tunnilin. Landsverk hevur tó mett, at ein tunnil til Viðareiðis fer at kosta 185 milliónir krónur, men so nógvir pengar skulu ikki setast av til tunnilin, heldur fíggjarnevndin. Formaðurin í Fíggjarnevndini, Bárður á Steig Nielsen, lovar, at tunnilin lýkur øll trygdarkrøv. Í dag hoyra vit um steypakappingina í estetiskum fimleiki, sum verður í Runavík 9.mars. Síðani eru vit til sjónleik í Norðurlandahúsinum til leikin Harlekin. Eisini hava vit kringlulista, sum Tóra í Stórustovu leggur til rættis. Eitt er, hvat ið løgmaður og landsstýrismaðurin í innlendismálum ætla í málinum um Varðan Pelagic Men einasta, almenna alternativ til útbyggingina hjá Varðanum Pelagic er tann frá Kára Thomsen, arkitekti. Í gjár mælti Kári Thomsen Varðanum Pelagic til at byggja aðrar vegir enn vestur hagar, ið bygningarnir hjá Thomsen standa. Men Bogi Jacobsen, stjóri í Varðanum Pelagic, vísir uppskotinum aftur. Harumframt hevur lurtarin møguleika at siga sína hugsan um altjóða Kvinnudagin, sum er í dag. Fleiri nýttu møguleikan at senda sms til vertirnar. Katrin Gaard er nýggja forkvinnan í Kvinnufelagnum í Havn, sum í kvøld skipar fyri einum stórum 8. mars tiltaki. Men er framvegis nakað at stríðast fyri hendan dagin Tað hava vit spurt nýggju forkvinnuna um. Málið um byggiloyvið hjá Varðanum hjá Pelagic hevur nú tikið eina vend. Løgmaður vil ikki finna seg í, at framleiðslan hjá Varðanum Pelagic verður skerd orsakað av vantandi útbygging. Inni í Pakkhús 4 miðskeiðis á Tvøroyri, hava tey nógv um at vera í løtuni. Har er Anna Mortensen saman við øðrum farin í gongd við eina verkæltan, sum hon kallar Brikolasj ein opin verkstaður. Endamálið er at endurnýta áður brúkt tilfar so sum klæðir, træ, gummi og annað, sum tær fáa sendandi. Í seinastu viku fingu tær so 50.000 krónur av játtanini hjá Innlendismálaráðnum til umhvørvisverndartiltøk. Høvdu línubátar og útróðrabátar brúkt stórar húkar og egnt við makreli ella sild, so høvdu teir økt um toska støddina við einum 6 til 10 sentrimetrum eftir nøkrum árum. Hetta vísir nýggj gransing á Havstovuni, sum fiskifrøðingurin Petur Steingrund hevur staðið fyri Samkynd eiga at sleppa at giftast í Føroyum. Tað halda tingfólkini Poul Michelsen, Rigmor Dam og Bjørt Samuelsen, sum eru farin undir at fyrireika eina serlóg, so samkynd kunnu giftast borgarligt. Hetta snýr seg um grundleggjandi rættindi til ein samfelagsbólk, siga tingfólkini Uppskotið snýr seg ikki um at geva samkyndum rætt at vígast í kirkjum og samkomum. Hetta eiga kirkjur og samkomur sjálvar at taka støðu til, siga tey trý tingfólkini. Bjørt Samuelsen sigur, at lógin skal tryggja samkyndum grundleggjandi mannarættindi. Av tí at familjulóggávan er donsk, má ein serlóg gerast fyri Føroyar. Tað merkir, at tað verður Fólkatingið, sum fer at seta hesa lógina í gildi í Føroyum, um løgtingið samtykkir uppskotið í heyst. Poul Michelsen sigur, at tey høvdu aðrar møguleikar eitt nú eitt uppskot til samtyktar, men at hetta var tann besti mátin. Fyri LGBT Føroyar er aðalmálið fyrst og fremst, at samkynd fáa somu borgarlig rættindi sum øll onnur, og tað er tað, sum vit arbeiða fyri, sigur Sonja Jógvansdóttir, nevndarlimur í LGBT Føroyar. Karen Sissal Shisa Kjartansdóttir Kristiansen kenna tey flestu, sum eina kvinnu, ið veit hvat hon vil, og fer eftir tí. Sissal er eisini kend fyri at práta nógv og hart, og fylla nógv har hon er. Men hvør er hendan kvinna, ið fyri lítlum ári síðani valdi at siga sítt fasta og trygga starv upp, fyri at gerast sjálvstøðug vinnurekandi Politiið á Tvøroyri hevur onga fráboðan fingið um skottilburð ella hóttanir á Tvøroyri í sambandi við málið um útbyggingina hjá Varðanum Pelagic. Seturskjak er á Østrøm í Havn í kvøld klokkan 19 30. Evnið er Fjarlestur frá topp 16 til 100 hægri útbúgvingar í Føroyum er tað møguligt Hannes Gislason og Petur Zachariassen frá Náttúruvísindadeildini, Fróðskaparsetur Føroya, og Aina Knudsen, sum er limur í distans netverkinum undir N.V.L., fara at leggja fram. Síðani luttaka Hannes Gislason, Petur Zachariassen og Aina Knudsen í panelkjaki saman við Terja á Lakjuni frá Studna, umframt Jóannis Iversen og Leif Láadal, sum eru lesandi og fjarlesandi innan ávikavist KT verkfrøði og miðlafrøði. Foreiningin til bevarilsi av gamla Havnasproginum bleiv stiftað av nøkrum medarbeiðarum í tí føriskje radiofoniini síðst í hálvfjerðsunum, mest í skegheit. Foreingin er nú á Facebook, og hon umbefattar gott 3500 persónar. Kári Thomsen, arkitektur, sum kærdi útbyggingina hjá Varðanum Pelagic, gav í góðari tíð stóra uppsjóvarvirkinum á Tvøroyri fleiri uppskot um, hvussu útbyggingin kundi fremjast við virðing fyri friðaðu bygningunum hjá Thomsen. Steintór Rasmussen starvast dagliga sum lærari, men tað er helst sum sangara og sangskrivara, at flestu føroyingar kenna hann. Harumframt er hann kreativur íverksetari á fleiri økjum, og seinastu 10 árini, hevur leikluturin sum festival fyriskipari eisini fylt nógv í lívi hansara. Vinjard Magnussen frá Country amp Blues festivalinum í Sørvági vitjar í Brunsj, og seinni greiðir Petur Rouch frá yrkisleiðini hjá songkvinnuni Patsy Cline. Eisini verður práta við Evi Tausen, sum júst er kosin International Artist of the Year av Írska blaðnum Farmers Journal. Kærunevndin í lendismálum hevur ógildað avgerðina hjá býráðnum á Tvøroyri um at geva Varðanum Pelagic loyvi til at byggja út. Hetta kann vísa seg at gerast dýrt, ikki bara fyri fólk Tvøroyri men alla oynna, sigur stjórin á Varðanum Pelagic. Tvøroyra kommuna noyðist at taka avgerðina hjá Kærunevndini í lendismálum at ógilda byggiloyvið, ið Tvøroyra kommuna gav Varðanum pelagic, til eftirtekar. Tað ásannar borgarstjóri á Tvøroyri, Kristen Michelsen, sum er alt annað enn nøgdur við avgerðina. Meir verður at hoyra um málið í tíðindasendingunum hjá kringvarpinum, og Dagur amp Vika hevur eykasending klokkan 19 í kvøld Eitt av málunum hjá nýggju nevndini er at gera felagið meira sjónligt og at økja um limatalið. Eitt annað mál, sum nýggja nevndin hevur sett sær er at halda reglulig átøk, har fyrilestrar vera hildnir við kuning um ymisk viðkomandi viðurskiftir, eitt nú almenn kunning um sálarlig fyribrigdi, fyribyrgjandi og sálarheilsufremjandi arbeiði, niðurlaðing av tabu og stigma um at vera sálarliga sjúkur, rehabilitering og recovery. Súsanna Olsen, forkvinna í Sinnisbata greiðir frá Drunnurin í morgunsendingini byrjaði í heyst, og síðani hevur hann verið um mest sum alt landið. Drunnurin er fastur táttur í Góðan morgun Føroyar mánamorgnar. Eisini ummæla vit, saman við Jóan Paula Joensen, professara og fólkalívsfrøðingi, fotoframsýningina við myndum hjá Ásmundi Poulsen, myndamanni, sum er í Steinprenti í Havn. Vit fregnast um, hvat hendur á føroyska mentanarpallinum komandi vikuna, og vit hoyra upptøkur við donsku strúkaratrio 39 ini Sirenerne, ið Høgni Reinert Hansen, sum lesur til ljóðdesignara, hevur gjørt, eins og vit eisini hitta Høgna. Fjórði hvør føroyskur maður hevur vánaliga sáðgóðsku. Tað merkir, at tað eru færri enn 20 millónur sáðkyknur í hvørjum millilituri. Hetta vísir nýggj gransking, sum Jónrit Halling og Maria Skaalum Petersen hava gjørt á deildini fyri arbeiðs og almannaheilsu. Tær hava kannað sáðgóðskuna hjá 481 ungum føroyskum monnum í aldrinum 21 til 24 ár. Jóhannes Andreassen velur eisini 5 sangir, sum verða spældir í sendingini. Eir Nolsøe, frá Røddin Fo, kunnar um nýggja, talgilda ungdómspallin, og um fundin, sum verður í kvøld kl. 20 í Sirkus í samband við, at Kringvarpið og Røddin Fo um fáar vikur lansera ein nýggjan talgildan ungdómspall. Til hesa uppgávuna tørvar okkum ein hóp av frískum, peppaðum ungum fólki, sum saman koma at mynda nýggja ungdómspallin. Dámar tær at taka myndir, dugir tú at skriva ella býr kanska eitt útvarpsfólk í tær, er tað tær, vit sóknast eftir. Vit leita millum annað eftir fólki, sum tíma at skriva greinar blogga taka myndir gera video Kunningarfundur verður í Sirkus í kvøld, mánakvøldið 4. mars, fyri øll, sum kunnu hugsa sær at gerast partur av nýggja ungdómspallinum, ella bara eru forvitin at frætta nærri. Hevur tú ikki møguleika fyri at koma á fundin, kanst tú senda eitt teldubræv til eir roddin.fo, ella vitja Facebook síðuna hjá Røddini. Um fáar vikur lansera Kringvarpið og R ddin ein nýggjan talgildan ungdómspall, sum við millum annað greinum, myndarøðum og sjónbondum fer at dokumentera og viðgera tað, ið rørist millum føroyskan ungdóm bæði í Føroyum og úti í heimi. Til hesa uppgávuna tørvar okkum ein hóp av frískum, peppaðum ungum fólki, sum saman koma at mynda nýggja ungdómspallin. Dámar tær at taka myndir, dugir tú at skriva ella býr kanska eitt útvarpsfólk í tær, er tað tær, vit sóknast eftir. Vit leita millum annað eftir fólki, sum tíma at skriva greinar blogga taka myndir gera video Kunningarfundur verður í Sirkus í kvøld, mánakvøldið 4. mars, fyri øll, sum kunnu hugsa sær at gerast partur av nýggja ungdómspallinum, ella bara eru forvitin at frætta nærri. Hevur tú ikki møguleika fyri at koma á fundin, kanst tú senda eitt teldubræv til eir roddin.fo, ella vitja Facebook síðuna hjá Røddini. Teir næmingarnir, ið byrja skúlagongdina komandi heyst, skulu ganga eftir nýggju miðnámsskúlaskipanini. Allir næmingar í framhaldsdeild fókaskúlans eiga at hava fingið eitt kunningarhefti um nýggju skipanina breytaskipanina. Men Føroya Studentaskúli og HF skeið, gongur egnar leiðir. Tey hava gjørt nakrar pakkaloysnir til næmingarnar at velja í. Mikkjal Helmsdal, rektari var í Góðan Morgun Føroyar og greiddi frá. Eitt nýtt Klaksvíksstríð. Tað kann gerast endin á orrustuni um ætlaðu útbyggingin hjá Varðanum Pelagic, tí Tvøroyra býráð kennir seg tikið av ræði og sett undir umsiting av fornminnisnevndini, sum mælir landsstýrismanninum til at friða alt havnalagið við gomlu handilsbygningarnar hjá Thomsen. Tað vil býráðið ikki finna seg í, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri. Í sendingini verður tosað við Jørgen Løkkegaard, leiðara fyri robottøkni á Danmarks Teknologiske Institut, Gunnleyg Durhuus, stjóri fyri eldradeplin í Almannaverkinum og Jógvan Hansen, heimsspeking um evnið, tólmenni i almannaverkinum. Lurta eftir sendingini her Palli Gregoriussen fór 16 ára gamal í 1948 at arbeiða hjá arkitektinum Olafi Mortensen av Argjum. Hann hevði teknistovu og byggifelag saman við øðrum. Teir arbeiddu eitt nú við nýggja telefonhúsinum í Havn og Sjómansheiminum. Hesi árini varð gingið á tekniskum kvøldskúla. Í 1953 fór Palli á handverkaraskúlan í Haslev at lesa til byggifrøðing og í 1957 á arkitektaskúlan á Charlottenborg í Keypmannahavn. Veturin 1949 50 var Palli á ítróttaskúla í Ollerup í Danmark. Í dag fer Elin á Rógvi at lesa søguna Um gentur og tunnuflakar og ein ommuprikkutan kjóla. Guðrun Gaard skrivaði og Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2005. Tveir aðrir spurningar í sendingini hesaferð vóru, um menn og kvinnur kunnu vera vinir, og hví foreldur koyra síni børn á stovn, hóast tey sjálvi hava frí. Og kvinnuligur lurtari hevur sent okkum bræv, har hon sigur seg sálast av, at børnini hjá vinkonuni ganga uppi og mala, meðan tey eta, tá tey eru á vitjan. Í dag eru vit í skúlanum við Løkin. Her arbeiða næmingar í 10.flokki við stórari verkætlan, sum er ein leikur, har næmingar gera pall, spæla tónleik og framføra. Tað er leikurin Kúlla Knút, sum varð sýndur í Sjónleikarahúsinum í Havn í 2002. Kringvarpið og Sprotin hava undirskrivað sáttmála um at geva út føroyskar skaldsøgur út sum ljóðbøkur. Jóhann Mortensen frá Kringvarpinum og Jonhard Mikkelsen frá Sprotanum greiða frá Tey, sum síggja, hava í dag møguleika at ronya at spæla ymisk bóltspøl við bindi fyri eyguni, so tey kenna hvussu sjónveik hava tað. Morgunsendingin var í høllini í morgun Bogi Eliasen, verkætlanarleiðari í FarGen, vil ikki kennast við, at teir hava verið ov bráðir at lata inn umsókn um at sleppa at ílegulesa allar føroyingar. Vísindasiðsemisnevndin gav umsóknina noktandi svar. Tað er vanligt, at samskifti er um slíkar granskingarverkætlanir millum teirra, sum skipa fyri og teirra, sum skulu góðkenna, sigur verkætlanarleiðari. Tað er millum politisku átøkini, sum verða umrøtt, sambært Jacob Vestergaard, landsstýrismanni í fiksivinnumálum, nú vánaligur fiskiskapur, fallandi prísir og høgi oljakostnaðurin hóttir fiskivinnuna. Tað sigur Kolbjørn Giske ødeg aring rd, greinari hjá Nordea Markets, nú Bakkafrost í gjár legði fram úrslitið fyri árið í fjør. Sjálvur hevði norski greinarin tó væntað eitt betri úrslit, enn tað sum varð lagt fram. Hvat er ein Sálarligur Fakfestivalur Hvat er endamálið við einum tílíkum festivali Og hvørjum er hann ætlaður Millum annað hesum, fer sálarfrøðingurin Suni Poulsen at greiða frá. Eisini gera vit heimagjørdar høsnarunga nuggets , og royna eina spildurnýggja tónleika kapping. Í Havn verður kunning hóskvøldið 28. februar kl 19 við almennum tiltaki á Østrøm. Her fáa fólk høvi at hoyra nærri um útbúgvingarmøguleikar á Setrinum til heystar Tað er Vísindasiðsemisnevndini, sum skal geva loyvi, men nevndin segði nei. Avgerðin varð kærd, men hon varð staðfest. Millum annað ivamál um børn og fólk, sum ikki eru fullfør, fekk Vísindasiðsemisnevndina at nokta. Gunhild Isfeldt, lækni, er forkvinna í Vísindasiðsemisnevndini. Hon sigur, at í umsóknini vóru tvær verkætlanir tvinnaðar saman. At skelta bygningar og skrivstovur, snýr seg ikki bara um jarn, glas ella plast. Skelting snýr seg um samskifti at geva tínum vitjandi eina positiva fatan av fyritøkuni og at finna vegin fram trygt og gott. Føroyski sjónleikurin verður tó ikki til staðar á Tivoli hotel og kongrescenter, tí hann er í Dusseldorf í Týsklandi og leggur síðstu hond á venjingarnar til leikin Peer Gynt. Olaf Johannesen spælir sjálvur høvuðsleiklutin. Orsøkin er, at fyritøkurnar vilja savna sínar alifirðir í sama øki. Hetta ger tað lættari at reka alingina hjá báðum pørtum. AElig tlanin má góðkennast av myndugleikunum, men fyritøkurnar eru klárar at býta um firðir í vár. Arbeitt hevur verið við at gera hesa broytingina í eina tíð, men tað er ikki fyrr enn nú í vár, at bæði Gøtuvík og Vestmanna vera tóm fyri alilaks. Tað upplýsti Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, í løgtinginum í dag, í einum svari til Kristin Michelsen, løgtingsmann og borgarstjóra á Tvøroyri. 2,2 milliónir krónur eru settar av til arbeiðið á fíggjarlógini. Fyrireikingarnar til arbeiðið eru um at vera lidnar, og klárt verður at bjóða arbeiðið út um tríggjar vikur, segði landsstýrismaðurin. Ein orsøk, til at Norrøna fór at sigla á Vág, tá hon varð sett inn sum avloysari fyri Smyril, var júst, at mett varð, at bryggjan á Krambatanga ikki fór at tola skrúvugangin frá skipinum, tí botntryggingin ikki er liðug. Kristin Michelsen spurdi eisini landsstýrismannin um eina aðra orsøk, ið varð sagt vera ein orsøk til, at Vágur varð tikin fram um, nevniliga, at ein grynna skal vera út fyri Krambatanga, sum forðar fyri at Norrøna kundi leggja at har. Tað metir Katrin Kallsberg, serlækni á Landssjúkrahúsinum. Men sambært forkvinnuni í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar eru etiskar tvístøður eingin trupulleiki. Sjúkrarøktarfrøðingurin hevur altíð møguleikan at nokta at vera við til at fremja fosturtøku, um tað stríðir ímóti etisku og átrúnaðarligu sannføringini. Tað lovar Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetrinum. Mánadagin fekk setursleiðslan til uppgávu frá stýrinum at kanna møguleikan at geva teimum lesandi tann møguleika fyri víðari lestri, sum varð givin teimum í boði, tá tey søktu um upptøku á deildini. Umframt at velja og spæla 5 sangir, greiðir Edvard Nyholm Debess frá síni tónleikaligu bakgrund. Elin í Stórustovu vitjar á Kunningarstovuni, har hon millum annað kannar, hvørjar møguleikar føroyingar hava fyri at uppliva eitthvørt spennandi í páskafrítíðini. Vinningurin í fjør var 281 milliónir eftir skatt, og fyritøkan er tann, sum kann vísa á bestu úrslitini millum sjógætisfyritøkurnar á virðisbrævamarknaðinum í Oslo. Regin Jacobsen, stjóri, var sera væl nøgdur, tá hann í morgun legði úrslitið fyri fjórða ársfjórðing fram. Hesa ferð hevur umsitingin hjá løgtinginum ikki mælt formansskapinum til at biðja tingið vísa uppskotinum burtur, hóast uppskotið løgfrøðiliga framvegis ikki er í lagi, sambært umsitingini. Men brotið á stýriskipanina er rættað í uppskotinum, sum nú er komið, og tað er nóg mikið. Eisini fer Per Jacobsen at umrøða bókina Bóltspøl millum Klakk og Kjøl eftir Árna Dahl , eins og Guðrið Poulsen og Albert Isfeld umrøða framsýningina við álendskum fuglahúsinum í Norðurlandahúsinum. Eisini frætta vit um Nordic Cool Festival 2013 í Washington, eins og vit, við mentanarálmanakkanum, taka pulsin á føroyska mentanarpallinum komandi vikuna. Seinastu sjey vikurnar hevur verið skipað fyri tiltøkum kring landið, har greitt hevur verið frá arbeiðinum við heildarætlanini um harðskap í parløgum og nærsambondum. Fleiri fakbólkar hava fingið kunning um arbeiðið, eins og ymiskt tilfar er framleitt. Alt hetta til tess at varpa ljós á harðskap. Greiði boðskapurin er, at harðskapur á ongan hátt verður góðtikin í okkara samfelagi. Elin Winther Poulsen samskipar heildarætlanina fyri almannamálaráðið. Elin var gestur í Morgunsendingini. Niels Uni Dam ummælir tvífløguna og yrkingasavnið Vindurin blæsur ígjøgnum markið ímillum tey livandi, og tey deyðu hjá Øssuri Johannesen. Seinni í sendingini, fer Elin at vitja sálarfrøðingin Katrinu L. Holm, ið greiðir frá, hvat vit føroyingar koma til sálarfrøðing fyri. Tað var rættiliga stórur áhugi fyri at sleppa við, tá Søgu og samfelagsdeildin á Fróðskaparsetrinum fyri trimum árum síðani søkti eftir nýggjum næmingum til bachelor útbúgvingina á deildini. Ein orsøk til stóra áhugan var kanska hesin setningurin í lýsingini AElig tlandi fáa tey, ið nú verða tikin upp, høvi at lesa Master í Samfelagsvísindum, Søgu, Stjórnmálafrøði og Løgfrøði. Tá Fróðskaparsetrið nú í vár lýsti eftir nýggjum næmingum til Bachelor útbúgvingina, var illgrunin hjá næmingunum um, at tað kortini ikki verður nakað tilboð um Master útbúgving kortini, váttaður. Har stóð einki um møguleikan at taka Master útbúgvingina í Føroyum. Skal finna eina loysn Herálvur Joensen formaður í stýrinum fyri Fróðskaparsetrið váttar, at brævið frá teimum lesandi var umrøtt á fundinum í gjár, og at leiðslan nú hevur fingið til uppgávu at finna eina loysn. Tað er eingin ivi um, at um vit skulu menna gransking í Føroyum, so skal eisini vera møguleiki at taka kandidat útbúgvingina í Føroyum, sigur Herálvur Joensen. Tað var ikki møguligt at fáa eina viðmerking frá leiðsluni fyri Fróðskaparetur Føroya fyrrapartin. Spurningurin ljóðar Ein mamma sigur at hon hevur stórar trupuleikar við mammu síni, tí omman hevur so góðan hug at venja forkela børnini, tá hon hevur tey. Hetta merkir, at tá vit, eitt fríggjakvøld, seta okkum frammanfyri sjónvarpið at hyggja eftir onkrum filmi, er tað sjálvsagt fyri børnini, at bæði bomm, kips, kola og køkur standa á borðinum. Hevur pedagogurin ikki eina góða loysn, so ikki illstøða kemur í. Beinta Dalbø, pedagogur svarar. Fleiri skúlar kring landið arbeiða við ella hava sett forskúlar á stovn. Hetta merkir so, at at tað í dag eru fleiri børn, sum fara eitt ár fyrr í skúla enn onnur. Men er forskúlin til barnsins besta Á nýggjárinum kom í gildið nýggj fráboðan um medisinkistur og sjúkraviðgerð, ið hevur við sær týðandi broytingar fyri føroysk skip við einum dimensiónstali uppá 20 ella størri. Alt eftir stødd av skipi, nýtslu og tal av persónum umborð, skal skipið hava medisinkistu A, B ella C umborð, umframt tilhoyrandi hefti, læknabók og Radio Medical Optegnelser. Í fráboðanini eru millum annað eisini ásetingar um, hvør hevur ábyrgdina av innihaldinum í medisinkistunum, varðveitslu og hvussu útvegan og bíleggingar skulu fara fram. Enn eina ferð átala Landsgrannskoðanin og løgtingsgrannskoðararnir, at fyrisitingin hjá landinum heldur ikki tær reglur, sum hon eigur at halda. Løgmaður, sum er arbeiðsgevari hjá aðalráðunum, viðgongur, at nógv er eftir at fáa í rætt lag. Men samstundis heldur hann ikki, at støðan er so ring. Tá hann í samrøðuninevnir telefonir, sipar hann til, at løgtingsgrannskoðararnir gera vart við, at stovnar, sum geva starvsfólki sínum fría telefon, eiga at boða TAKS frá hesum, tí tað er at meta sum skattskyldug inntøka. Broytingin er ein roynd at vekja áhugan hjá fólki at seta búgv í Klaksvík, sigur Steinbjørn O. Jacobsen, formaðurin í Teknisku Nevnd. Bjarki Hansen greiðir frá síni tónleikaligu bakgrund, og velur tónleikin sum spældur verður fyrra tíman. Oscar handanin var í nátt. Vit hyggja aftur á stóra tiltakið, og tosa um vinnarar, talur og kjólar. Umframt at greiða frá tí nýggjasta innan HPV, so svarar Katrin Kallsberg spurningum frá lurtarum. Vit fara eisini á vitjan hjá Oddvør Skarðhamar, umframt at vanliga hósdagskappingin eisini er á skránni. Orðstýrarar á kjakfundinum, ið varð sendur beinleiðis í útvarpinum hjá Kringvarpinum, vóru Óluva Zachariassen og Jón Brian Hvidtfeldt. Drunnurin í morgunsendingini byrjaði í heyst, og síðani hevur hann verið um mest sum alt landið. Drunnurin er fastur táttur í Góðan morgun Føroyar mánamorgnar. Filmsummælari sigur sína hugsan, um spildurnýggja filmin Hitchcock . Eisini vitja vit støð, ið læna, leiga ella selja dvd filmar. Hetta fyri at finna útav, um áhugin fyri dvd filmum enn er nóg stórur, til at varðveita keypið av hesum filmum. Brunsj er send frá Býarbókasavninum í Havn. Tað var spennandi at vaksa upp niðri í Bøgøtu í Havn. Í hesi sendingini sigur Palli Gregoriussen sína søgu um grannar og grannalag. Hann gekk í privatskúla hjá mostur síni, áðrenn hann fór í millum og realskúlan. Nógvir bøfressar komu á dreingjaliðið hjá Havnar Fimleikafelag, og tað var skjótt, at teir vóru fremstir í kappingum. Bæði í 1949 og 1950 vóru teir uttanlands við HF. Teir stovnaðu eisini ítróttafelagið Bragdið, sum íðkaði frælsan ítrótt og bygdi sær hús í Gundadali. Í dag lesur Kristina Sundar Hansen bókina Um svidnu pussifelluna og øvuta kúvingin. Guðrun Gaard skrivaði. Bárður Oskarsson teknaði myndirnar. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2003 Virðið er meir enn tvífalda síðani Bakkafrost bleiv skrásett á Oslo Børs í 2010. Tá Bakkafrost bleiv skrásett 26. mars í 2010 bleiv partabrævið handla fyri millum 32,70 norskar krónur og 34,40 norskar krónur fyri hvørt partabræv. Í gjáramorgunin bleiv partabrævið selt fyri 69 krónur25 oyru. Bakkafrost partabrævið er eitt av teimum mest eftirspurdu á Oslo Børs fyri tíðina. Tey flestu greinaratoymini hava Bakkafrost partabrævið við í sínum metingum. Vanliga velja tey nøkur, sum tey heita á fólk um at umhugsa at keypa, og nøkur partabrøv sum ein eigur at umhugsa at selja ella ikki at keypa. Seinastu mánaðirnar er Bakkafrost oftari og oftari at síggja á listunum yvir partabrøv sum ein eigur at umhugsa at keypa. Orsøkin til áhugan er sjálvandi tað orð Bakkafrost hevur fingið millum íleggjarar. Fyritøkan hevur víst til óvanliga góð úrslit líka síðani partabrævið kom á Oslo Børs í mars 2010. Leiðslan í Bakkafrost er í Oslo mikudagin 27. februar og almannakunngerð úrslitini fyri fjórða ársfjórðing í 2012. Johnny í Grótinum, íløguserfrøðingur í Banknordik, heldur, at væntanin til úrslitið, Bakkafrost fer at leggja fram mikudagin, er viðvirkandi til, at prísurin á partabrøvunum var so høgur gjáramorgunin,. Ein lurtari spyr Also, hvat er at gera, tá foreldur eru heilt ólátað, tá børnini eru til dystir av ymsum slagi. Tey trý, Sofus, Ása og Pætur, geva sítt boð upp á hendan trupulleikan. Í dag er skótadagur, og tað fara vit at hoyra um í nýggju barnasjónvarpssendingni Alt í 1num quot . Páll, Lív og Elin fara at greiða frá sendingini. 3.flokkur í skúlanum við Løgmannabreyt hevur arbeitt við evni, sum snúði seg um kóp. Burturúr kom leikur um kópakonuna, tey fara at framføra og greiða frá. Edvard Nyholm Debes, Petra Iversen, Hanus G. Johansen, Kim Hansen og Anna Maria Olsen spæla og syngja. Eisini fer Theodor Eli Dam Olsen, sóknarprestur, at greiðir frá um skaldskap Leonard Cohen. Hvussu framkom føroyskur samleiki Hvussu og nær vóru føroyskar bókmentir skaptar Hvussu og nær varð føroyska tjóðin skapt Endamálið at tulka, hvussu tað er eitt samband millum sjálvmyndina hjá einum fólki, bókmentir, og hvussu tjóðir verða skaptar. Fyrilestrarnir verða í Norðurlandahúsinum sunnudagin klokkan 3 og á bókasavninum á Sandi sunnukvøldið klokkan 19. Tað sigur ein væl nøgdur Livar Nysted, sum saman við sjey øðrum hevur róð tvørtur um Atlantshavið í árabátinum Avalon. 35 samdøgur 12 tímar og 41 minuttir, tók tað Livari Nysted og hinum at rógva teir 2600 fjórðingarnar úr Kanariuoyggjum til Barbados tað eru 4.808 kilometrarnar fyri okkum landkrabbar. Hóast tað ikki rakk til heimsmetið, sum var málið, so er tað ein góðan tíma skjótarin enn báturin Titan, sum eisini hevur róð teinin í ár. Í dag hoyra vit 2. part av søguni Herviligi Henry hjá Frálíka Fríðriki . Elin á Rógvi sigur frá og leggur til rættis. Jón Svein Heinesen týddi til føroyskt. Bergur Rasmussen týddi til føroyskt. Útlendingar kunnu saktans eiga meira enn lógin ásetur í dag heilt upp í 49 prosent, heldur løgmaður. Útlendingar skulu onki eiga, ljóða boðini frá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum. Tað er aðalmálið við nýggja talgilda postkassanum, sum Elektron og Posta eru farin í samstarv um. Mínboks, sum nýggja skipanin kallast, varð løgd alment fram fyrrapartin. Verandi samskiftsmøguleikar við brøvum og teldupostum er ikki nøktandi longur, og tí er neyðugt við einari nýggjari skipan. Tað siga Niels Christian Nolsøe, stjóri í Elektron, og Joel undir Leitinum, stjóri á Posta. Fyrsta dagin verður farið undir at girða økið inni. Neyðugt verður at gera nakað av lendisarbeiði á økinum, áðrenn trø og runnar verða sett niður, men har økið er klárt, verður helst byrjað beinanvegin at planta, Sigur Tróndur Leivsson, landsskógarvørður. Morgunsendingin tosar við Teit Fossaberg, fyriskipara, Terja Skibenæs, sum situr við dómaraborðið og Hera Joensen, ið er limur í bólkinum Heljareyga, ið fer at spæla, tá vinnarin av Wacken Metal Battle Føroyar 2013 er funnin. Wacken Metal Battle Føroyar verður í Sjónleikarhúsinum í Havn 15. og 16. mars. Í dag hoyra vit fyrra part av søguni Herviligi dagurin hjá Frálíka Fríðriki . Elin á Rógvi sigur frá og leggur til rættis. Jón Svein Heinesen var tøkningur. Bergur Rasmussen týddi til føroyskt Vit vitjaðu stórfingnu framsýningina í handverki av ymsum handverki, tó matur undandtikin. Ungu kvinnurnar hava gjørt bæði kjólar, føroysk klæði, buksudraktir, seingjaklæði, ymisk prýði, umframt nógv annað. Vit hitta skúlastjóran, Jóhonnu á Tjaldrafløtti, og næmingarnar, Katrin Thomsen og Rakul Biskupstø. Flóttafólkini í Suðureuropa eru í ringari støðu, tí hvørki Italia ella Grikkaland fylgja atljóða samtyktum. Í Burma er støðan fløkt, tí summir fólkabólkar verða forfylgdir, meðan aðrir verða bumbaðir. Eisini grundgevir Katrin á Neystabø fyri, hví vit skulu trúgva tí, sum Amnesty International sigur og skrivar. Dragin er træseglbáturin í Klaksvík, ið liggur bundin stutt frá ferjuleguni. Har hevði Nólsoyar Páll eisini Royndina Fríu liggjandi. Vit hitta tveir, sum hava verið við frá byrjan Hans Eli Hansen og Eyðun Joensen. Dragin bleiv teirra lívsprosjekt í seinnu helvt av lívinum. Báturin er ein 30 tonsari og varð nýttur sum útróðrarbátur. Seinnu árini hevur hann siglt millum fleiri lond. Ein av Torradøgunum er opið fyri almenninginum. ÍPartur av Torradøgun í Klaksvík er stóri kjakfundurin í Ósaskúlanum í kvøld klokkan 19.30, har formenninir í øllum flokkum á løgtingi fara at viðgera framtíðar fiskivinnupolitikkin. Áhoyrararnir hava eisini høvið at seta spurningar. Og fundurin verður sendur beinleiðis í útvarpinum. Tað er Klaksvíkar Býráð, sum skipar fyri Torradøgunum. Forkvinna í Havna og vinnunevndini í býráðnum er Óluva Klettskarð, sum vit hitta til prát um framtíðarútlitini hjá Klaksvíkini á vinnuøkinum. Men, hvat er ítøkiliga endamálið við hesum pallborðsfundi um fiskivinnulóggávuna NB innslagið er óvanligt. Morgunredaskjónin gjørdi samrøðuna, sum tó ikki varð send fyrr enn eftir døgverða. Framsýningin er partur av Torradøgunum, ið vara frá týsdegi til leygardag. Poul Havn hevur altíð havt áhuga fyri gomlum tólum, longu sum 15 ára gamal gjørdi hann sær sjálvum eitt lítið radioapparat. Hon sigur, at ein ISO góðkenning ikki er tað sama sum ein umhvørvisgóðkenning, ið hevur støði í landsins lóggávu. Eina ISO sertifisering rindar ein fyri og hevur oftast nakað við dagføringar í arbeiðsgongdum at gera. Ella at lúka krøvini hjá brúkarunum. Tað eru útlendingar, sum seta í verk ISO sertifiseringar í Føroyum, og sum koma higar at dagføra tær javnan. Vit tosa við umhvørvisleiðaran á Brennistøðini á Hjalla, Jóannes Guttesen. Hann greiðir millum annað frá, hvat pappír og papp kann fara í grøna ílætið, sum húsarhald í høvuðsstaðnum hava fingið til endamálið. Í dag hoyra vit annan part av søguni Hervilig Henry er og ferðast . Elin á Rógvi lesur og leggur til rættis. Jón Svein Heinesen er tøkningur. Bergur Rasmussen týddii til føroyskt. Vit hitta Hedvig Westerlund Kapnas, samskipara, Oggi Lamhauge og Inga Joensen, listafólk, og Onnu Rúnu Jacobsen, lærara í Kollafjarðar Skúla. Eisini frætta vit frá okkara kvinnu í Washington, nú føroyski listarmaðurin Tróndur Paturson telist millum listarfólkini á Nordic Cool Festival, eins og fleiri føroysk listarfólk eisini fáa høvi at gera vart við seg í Washington. Og við mentanarálmanakkanum taka vit pulsin á føroyska mentanarpallinum komandi vikuna. Eisini hava vit prát við Jákup Suna Berg, ið varð Føroya Sterkasti Maður í 2011 og 2012. Men hvussu verður í ár, aftaná skaðan, hann fekk til landsdystin í styrki, ið var hildin í Høllini á Hálsi í desember í fjør Vit tosa eisini við fyriskipara av stuðulstiltaki, ið var hildið á Bryggjuni í Keypmannahavn um vikuskiftið. Seinastu árini er talið á pressufotografum í Føroyum lækkað niður í næstan onki. Bløðini raðfesta ikki myndina, og í Kringvarpinum hava sparingar eisini rakt fotografhópin. Til at eygleiða um hetta eru Birgir Kruse, miðlaserfrøðingur, og Bárður Eklund, fotojournalistur, í útvarpsstovuni. Spurningurin ljóðar soleiðis Dóttir mín gongur í 4. flokki og hon verður illa happað, sigur hon. Serliga er tað í fríkorterunum at nakrar gentir eru eftir henni. Vit hava biði hana tosað við garðvaktin, men hon er bangin fyei at genturnar fáa tað at vita. Vit hava tosað við flokkslæraran, men hon sigur, at hon einki hevur merkt til happing. Hvat kunnu vit gera Anna Dalsgaard, lærari svarar spurninginum í Góðan morgun Føroyar. Men enn veit eingin, um virkið sleppur at byggja út, tí ætlaða útbyggingin er kærd. Og tað fer at kosta milliónir, um vøran skal flytast til frystigoymslur aðrastaðni, sigur Bogi Jacobsen, stjóri. Í síðstu viku landaðu tvey skip hjá Varðanum lodnu í Íslandi. Finnur Koba gjørdist upprunaliga kendur sum sangari og sangskrivari í stuttliga og freka tónleikabólkinum Páll Finnur Páll. Hann hevur eisini spælt sjónleik og kabarett, men í dag munnu eins nógv kenna hann frá tí meira álvarsliga yrkinum sum tíðíndafólk og verti í tíðindasendingini, Dag amp Vika, í sjónvarpinum hjá KVF. Palli Gregoriussen vaks upp niðri í Bø í Havn, har foreldrini høvdu innrættað bústað í gomlu smiðjuni hjá abbanum Sigmundi á Argjum. Sum smádrongur var Palli ofta í Kvívík hjá ommuni Magninu, einkjuni eftir Jákup Paula, sum var bróðir skaldið Jóan Petur uppi í Trøð. Sigmund á Argjum og konan Greta, sum var systir Jens og Pola í Dali, áttu átta døtur og ein son. Sonurin doyði ungur, men allar systrarnar uttan ein búðu í Havn. Mamma Palla var Liffa hjá Sigmundi og pápin Magnus Gregoriussen úr Kvívík. Í dag hoyra vit um Herviliga Henry, sum fer at ferðast. Elin á Rógvi sigur frá og leggur til rættis. Jón Svein Heinesen er tøkningur. Bergur Rasmussen týddi til føroyskt 250.000 krónur er longu nú í Fountain hús Føroyar grunninum, sum hevur navn eftir Rasmus Rasmusens, sála. Tað kókaði í Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn leygarkvøldið, tá millum onnur størsta navnið á danska tónleikapallinum júst nú, rokkbólkurin Nephew, upptraðkaðu ókeypis til vælgerðar tiltakið til framan fyri eitt sokallað Fountain hús í Føroyum, sum er eitt útslúsingarhús fyri sálarsjúk í Føroyum. Tað var Fountain House Føroyar grunnurin, ið var stovnaður í navni Rasmus Rasmussar, sála, ið hevði tikið stig til tiltakið leygarkvøldið í Keypmannahavn. Hergeir Staksberg er ein av stigtakarunum. Hetta sigur Asbjørn Djurhuus nú tvær kommunur afturat eru farnar úr Kommunufelagnum upp í Kommunusamskipanina, sum er felagsskapurin hjá stóru kommununum. Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Vága kommunu, sum saman við Eysturkommunu er farin upp í KSF, vil eisini hava eitt kommunufelag fyri alt landið. Rørslutarnað hava trupult við at koma umborð á flogførini hjá Atlansflogi í Vágum, tí atkomumøguleikarnir eru ov vánaligir til fólk við rørslutarni. Carita Bjørklund harmast um, at myndugleikarnir ikki hava tikið nóg stór atlit til fólk við rørslutarni. Í dag hoyra vit um ein frálíkan dag hjá Herviliga Henry. Vit hoyra ljóðmynd, sum hesuferð er í níggju pørtum. Elin á Rógvi sigur frá og leggur til rættis. Jón Svein Heinesen var tøkningur. Bergur Rasmussen týddi til føroyskt Hví skulu vit hava ein serligan dag, har vit forkela hvønnannan Kyss ein eingil hvønn morgun, tók Halleluja Sofus til í kjakinum um Valentines dagin. Trý evni vóru í fyrstu Also kjaksendingini. Hvør bestemmar hvat, tá nýggur bilur skal keypast, børn og fartelefonir og Valentinesdagur og aðrir merkisdagar. Finnborgi Midjord, sýslumaðurin í Streymoyar sýslu, hevur ikki álit á Marneri Andreasen, tí kolldømdi hann valið. Kringvarpið hevur í dag tosað við Marner Andreasen. Hann heldur, at avgerðin hjá sýslumanninum byggir á eitt veikt grundarlag, men hann ynskir ikki at gera aðrar viðmerkingar til málið. Hinir, sum vórðu valdir, eru Jón Johansen, sum fekk 34 atkvøður og Bjarni Poulsen og Hanus Højgaard við 21 atkvøðum hvør. Hvussu hava føroyingar tikið ímóti amerikanska degnum Valentine s Day Elin fer í býin við mikrofonini at vita, um høvuðsstaðurin er merktur av hesum degi, meðan Eyðfinn spyr lurtararnar, hvør teirra hugsan er um hendan romantiska dag. Eftir ein støðg á næstan tríggjar mánaðir verður sendingin Rót og Rútma aftur á skránni í morgin, leygardagin 16. februar, klokkan 11.00. Í hesum sambandi er Petur Rouch boðin til Brunsj fyri at greiða frá søguni handan sendingina og frá sínum áhuga fyri country tónleiki. Í seinnu helvt av Brunsj fær Elin í Stórustovu vitjan av Turið Horn, parráðgeva, sum greiðir frá fyrimunum og vansum við at vera í parlagi. Eisini umrøða Mikkjal Helmsdal, dramaturgur, Oddvør Johansen, rithøvundur, og Súsanna Skaale, sálarfrøðingur, nýggja leikin, eins og vit taka pulsin á føroyska mentanarpallinum komandi vikuna. Manningarfeløgini fara eftir felags reglum fyri allar skipabólkar í sáttmálasamráðingunum, sum hava verið síðani á nýggjárinum. Sáttmálar eru gjørdir um línuskip og verksmiðjutrolarar. Og mikudagin fekk Semingsstovnurin í lag semju millum manningarfeløgini og Felagið Trolskip, sum umboðar partrolarar. Manningarfeløgini vilja hava somu viðurskifti í øllum skipabólkum. Og tað fer væntandi at eydnast, sigur formaðurin í Skipara og navigatørfelagnum, Eyðstein Djurhuus. Menningarfeløgini hava nótaskip, rækjuskip, lemmatrolarar, garnaskip og ídnaðarskip eftir at samráðast um. Reiðarafelagið fer ætlandi at virka aftur, so skjótt sum felagið hevur sett stjóra. Reiðarafelagið hevur lýst eftir stjóra. Tað er avleiðingina av, at Taks í fjør fekk økta heimild at krevja meirvirðisgjald inn. Øktu heimildirnar geva Taks munandi betri møguleikar at steðga MVG syndarum, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri í Taks. Ein trupulleiki hevur verið, at fólk hava latið feløg farið av knóranum, fyri síðani at byrja aftur. Økta heimildin gevur eisini Taks møguleikar at forða fyri tí, sigur Mørkøre. Ein uppgerð hjá Taks vísir, at seinastu tíggju árini eru 90 miljónir krónur. í meirvirðisgjaldi avskrivaðar. Tað er bert 0,7 prosent av teimum 12,5 miljardum krónum, sum Taks hevur kravt inn í sama tíðarskeiði. Eftir seinasta eftirmetingarfundin er greitt, at allir partar ynskja, at gjørd verður ein formlig avtala við Klaksvíkar sjúkrahús á sama hátt, sum er gjørd við forvaktina á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Vaktlæknaskipanin avgreiddi meira enn 23.000 viðtalur í 2012. Hagtølini hjá Heilsumálaráðnum vísa, at tølini fyri Norðoyggjar lutfalsliga eru munandi størri enn í hinum økjunum í landinum, sammett við fólkatalið. Hetta skyldast, at viðtalurnar á skaðastovuni í Klaksvíkar sjúkrahúsi ikki eru við í hagtølunum. Hetta er fyrsta app in av sínum slag á føroyska marknaðinum. Faroe Law er heitið á app ini, sum er ment til bæði iPhone og Androidplatformin, og hon er ókeypis at heinta á til dømis App Store, Google Play og Android Market. Hugsanin er, at gera eina app, sum er til gagns fyri ein breiðan hóp av brúkarum. Í dag hoyra vit 2. part av søguni Herviligi Henry lumpar tannálvuna . Elin á Rógvi sigur frá og leggur til rættis. Jón Svein Heinesen er tøkningur. Bergur Rasmussen týddi til føroyskt Munandi fleiri føroyingar verða føddir um heystið enn um várið. Flest hava føðingardag tann 23. september, meðan fæst hava føðingardag tann 20. februar. Hetta eru nakrir av teim áhugaverdu upplýsingunum, ið eru skrásettir í landsfólkayvirlitisskránni. Ronnie Thomassen frá Umhvørvisstovuni og Jóan Pauli Joensen, fólkalívsfrøðingur vóru í Góðan Morgun Føroyar, at tosa um hagtølini. Í dag hoyra vit fyrra part av søguni Herviligi Henry lumpar tannálvuna . Elin á Rógvi sigur frá og leggur til rættis. Jón Svein Heinesen er tøkningur. Bergur Rasmussen týddi Elin er farin í læknaviðtæluna í Miðlon at spyrja kommunulækna Guðruna Zachariassen, hvat ávikavist kvinnur og menn koma til lækna fyri Tónleikur frá 80 unum er hitt evni í Brunsj í dag, og tað er gesturin, Finn Jensen, sum var plátuvendari í 80 unum, ið velur tónleikin. Fólk her á landi, sum dáma at roykja hash og marijuana, hava fingið nokk av at vera stemplað, tí teimum dáma at roykja. Tí verður skipað fyri einum almennum tiltaki til framan fyri at gera cannabis lógligt í Føroyum. Tiltakið verður í Havn 20. apríl. Tað sigur Arnfinn á Birtuni, formaður í áhugafelagnum 420 Hampafólk , sum hevur tikið stig til sokallaða twenty four tiltakið. Løgreglan hevur givið loyvið til at tiltakið skal vera í apríl. Elin er farin í læknaviðtæluna í Miðlon at spyrja kommunulækna Guðruna Zachariassen, hvat ávikavist kvinnur og menn koma til lækna fyri Tónleikur frá 80 39 unum er hitt evni í Brunsj í dag, og tað er gesturin, Finn Jensen, sum var plátuvendari í 80 39 unum, ið velur tónleikin. Ted talks er kend alheims fyrilestrarrøð, og endamálið er at breiða út boðskapin um góð hugskot, sum kunnu gera onkran mun. Fleiri kend nøvn hava hildið fyrilestrar í Ted talks og fyri at nevna nøkur Bill Clinton, Jane Goodall, Al Gore, Gordon Brown, Bill Gates, og fleiri, sum hava vunnið Nobel virðislønir. Nú hevur Hanus Samró úr Føroyum fingið møguleikan, at halda fyrilestur í Ted talks, umboðandi skúlan hann gekk á í Haag. Tað, sum gjørdi munin hjá Hanus Samró, var ein hugbursbroyting, so hann fór at lesa og terpa, og fekk millum bestu eksamiunar á skúlanum. Meðan hann gekk í skúlanum, setti Hanus sær trý mál at náa. Hanus Samró er gestur í Góðan Morgun Føroyar. Hoyr samrøðuna her. Í dag hoyra vit 2.part av søguni Hervligi Henry fær sproytu . Elin á Rógvi sigur frá og leggur til rættis. Jón Svein Heinesen var tøkningur. Bergur Rasmussen týddi til føroyskt. Eygleiðingin. Uni Arge og Beinta L we Jacobsen eygleiða um uppskotið frá fyrrverandi løgmanni og formanni javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard Vit hava tvey børn sum ganga á dagstovni. Eftir summar skal dótturin, sum er yngri, flyta í barnagarð frá vøggustovu. Beiggin gongur í barnagarði á sama stovni. Heima hava vit tosa um, um dótturin skal í somu stovu sum beiggin ella ikki, vit finna ikki ordiliga út av hvat er best. Tað er ikki stórur aldursmunur á børnunum, so heima eru tey nógv saman. Til tíðir riggar tað væl, og onkuntíð finna tey ikki so væl útav tí saman. Hvat er best fyri tey Hetta er spurningurin og Beinta Dalbø svarar. Fróði Stenberg. sum lutvíst sjálvur fíggjar ferðina í Týsklandi, vónar, at hann fer at fáa royndir og sambond, sum kunnu brúkast seinni tónleikinum at frama Í dag hoyra vit, tá ið Herviligi Henry fær sproytu. Hetta er fyrri partur av søguni. Elin á Rógvi sigur frá og leggur til rættis. Jón Svein Heinesen er tøkningur. Bergur Rasmussen týddi til føroyskt. Í dag er føstulávintsmánadagur. Og hesuferð eru vit í Eysturskúlanum í Havn. 3.flokkur hevur gjørt myndir til Brestiskvæði, tey greiða frá myndum og siga eitt sindur um søguna. Eisini hoyra vit 1. 2. og 3.flokk kvøða Brestiskvæði. Petur Knudsen í Saltangará hevur skift sína yrkisleið millum fiskiskap, farmasigling og virkisleiðslu. Í 1957 var hann skipari á sluppini Agnes Louise og fór haðani umborð á triðja føroyska stállínuskipið Beinir sum bestimaður. Var síðani nógv ár við Grími Kamban og øðrum línuskipum. Í 1966 fór Petur í land at verða formaður á flakavirkinum Lynfrost, men fór á sjógvin aftur í 1969. Sigldi í ymsari farmasigling fyri Skipafelagið Føroyar til hann tók við sum virkisleiðari á Handils og Frystivirkinum í Fuglafirði. Yrkisleiðin endaði á avgreiðsluni hjá Skipafelagnum í Runavík. Tað kann vera ringt at velja hvat fyri leiklutur er best á føstulávint. Vit vitja Biritu, ið hevur handil, har tú nærum fær alt til føstulávint, Hon gevur góð ráð og hugskot til tað at klæða seg út. Vit hitta eisini nøkur børn frá Barnadansistevnuni. Umleggingin fer at kosta góðar 24 miljónir krónur, og parturin hjá landinum verður 14 milliónir krónur. Tá skipanin er farin at virka, verður sparingin fýra milliónir krónur um árið. Parturin hjá landinum verður 14 milliónir krónur. Tá skipanin er farin at virka, verður sparingin fýra milliónir krónur um árið. Tá verandi skattaskipan kom í 1983 var hon millum tær fremstu í heiminum. Men nú er tíðin komin at gera neyðugu tøkniligu broytingarnar, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum. Uppskotið verður lagt fyri løgtingið mikudagin. Eftir ætlan fer tað at taka tvey ár at leggja um til nýggju skipanina. Játtan er til talgildu skipanina fyri roknskapir í ár. Talgilda skipanin ímillum TAKS og borgaran er komin væl áleiðis, og verður væntandi klár í ár, sigur landsstýrismaðurin. Í løtuni venda øll eygu móti Grønlandi, tí Grønland ræður yvir stórum nøgdum av ráevnum, sum fyritøkur í øllum heiminum bjóða seg fram at útvinna. Morguntingið snýr seg um, hvørt Føroyar eiga at lata upp sendistovu í Grønlandi ella ei. Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, og Edmund Joensen, fólkatingsmaður hjá Sambandsflokkinum, kjakast um hetta í morguntinginum. Í sendingini greiðir Elin í Stórustovu millum annað frá sangunum, sum hon hevur valt, og hvønn týdning teir hava fyri hana. Eisini sigur hon frá yrkisleið síni sum útvarpskvinna, og so verður avdúka, at frá komandi viku verður Elin sjálv annar verturin í nýggju Brunsj sendingini, sum tá verður longd til tveir tímar hvønn gerandisdag. Kommunurnar kenna heldur ikki lógargrundarlagið, sigur formaðurin í kommunusamskipanini, Heðin Mortensen. Sjálvur ivast hann í, um kommunurnar yvirtaka eldraøkið tann 1. januar næsta ár. Tilboðini at byggja salt siluna vórðu latin upp í gjár. TG verk hevur lægsta boðið, sum er 61,9 milliónir krónur. Tað er nakað meira enn kostnaðarmetingin á 58 milliónir krónur ljóðaði, tá løgtingið samtykti at veita játtan. Lagna Rasmus Rasmussens, sála, rakti okkum meint. Tí hava vit valt at luttaka á stuðulskonsertini fyri eitt útslúsingarhús fyri sálarsjúk í Føroyum. Tað sigur Simon Kvamm, oddamaður í kenda danska rokkbólkinum Nephew. Bólkurin verður eitt av nøvnunum á stuðulskonsertini til farama fyri eitt útslúsingarhús til sálarsjúk í Føroyum. Konsertin verður á Norðuratlansbryggjuni í Keypmannahavn um eina viku. Kringvarp Føroya bað fyrr í vetur um eina eykajáttan á 3,5 milliónir krónur. Hetta var neyðugt, um stovnurin skuldi fáa arbeiðsfrið og sleppa undan fleirri uppsagnum, segði Dia Midjord, kringvarpsstjóri. Tá avtornaði var eykajáttanina 1,9 millión krónur, og nú koma avleiðingar av tí sambært stjóranum. Hvussu nógv starvsfólk verða rakt av komandi sparingini, veit Dia Midjord ikki at siga í løtuni. Ólavur Jakobsen, formaður í Listasambandi Føroya, er ikki álvuligur við útmeldingina hjá Edmundi Joensen, fólkatingsmanni fyri Sambandsflokkin. Tað var í gjár, at Edmund Joensen segði, at føroyingar skulu fáa lættari atgongd til stuðulspengar úr donskum grunnum. Flyt fokus aftur á mentanarpolitikkin í Føroyum, sigur Ólavur Jakobsen. Flemming Møller Mortensen, formaður í mentanarnevndini í fólkatinginum, slæt fast, at føroyingar skulu ikki væntar sær danskan mentanarstuðul ístaðin fyri tann føroyska. Hinvegin er ynski at styrkja felags mentanina við at lata upp fyri møguleikanum at søkja danskar mentanarpengar til listarligar verkætlanir, sum ganga tvørtur um landamørkini í ríkisfelagsskapinum. Tað er eitt stórt framstig fyri føroyska mentan og list, sum hevur fíggjarlig trong kor í Føroyum. Tað heldur Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin. Havnar Hornorkestur hátíðarheldur 110 ára stovningardagin við konsert í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið. Á skránni verða fýra nýggj verk. Gomul radiotól og grammofonir, søguligur gongutúrur og krimihøvundur, er nakað sum verður á Torradøgunum. 7. árið á rað verða Torradagarnir hildnir í Klaksvík dagarnar 19. til 23. februar. Morgunsendingin tosar við Dáva Winther frá Klaksvíkar kommunu. Stjórin í Suðuroyar Sparikassa, Søren L. Bruhn, hevur ongantíð merkt so stórt bjartskygni sum nú. Hann hevur búð í Føroyum í 11 ár. Varðin Pelagic hevur fingið Tvøroyri og Suðuroynna at blóma, sigur hann. Kristian Martin Rasmussen, reiðari hjá Christian í Grótinum, væntar at fáa áleið 40 milliónir krónur fyri skipið, Christian í Grótinum. Áhugi er fyri skipinum, sigur hann. Full undirtøka er í fólkatinginum fyri heildarveitingini til Føroya fyri 2013. Fyrsta viðgerð var í fólkatinginum í gjár. Lógaruppskotið er farið í Føroyanevndina. Løgtingið hevur eisini uppskotið til fyrstu viðgerðar, og har er málið í fíggjarnevndini. Tað er ein øgiligur munur á fyrr og nú, sigur Bergur Bærendsen, sum rekur El handil og smiðju. Uppsjóvarvirkið Varðin Pelagic hevur gjørt góðan mun á Tvøroyri. Hoyr innslagið her. Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð hevur altíð verið sera virkin í føroyska mentannarlívinum. Bæði sum tónleikari, sangari og sangskrivari, sum rithøvundur og ritstjóri, sum bókavørður á landsbókasavninum, og nú sum nýsettur leiðari á býarbókasavninum. Hava vit tónleik, sum onkursvegna er uppruna føroyskur Tann spurningurin verður viðgjørdur í In Mente hesaferð. Hvat er originalt føroyskt Hvat eyðkennir upphavligan føroyskan tónleik Ella eiga vit ikki at tosa um føroyskan upprunatónleik yvirhøvur Kring borðið sita Sunleif Rasmussen, Niclas Johannesen og Jón Tyril. Sendingin varð send 17. apríl 2008. Tekniskt Yrkisnám fevnir um 4 skúlaskeið við til samans 80 undirvísingarvikum. Hetta svarar til tvey ár í skúla. Við lærusáttmála kann skúlagongdin vera 50 55 vikur. Her kanst tú fáa útbúgving innan timbur, el, bilsmið, metal, hárfríðkan, klædnaatstøði og matvøruatstøði. Eitt av endamálunum við Yrkisnámi er, at tú sum lærlingur ella lesandi fært tína útbúgving góðskrivaða í so stóran mun sum til ber. Tað merkir, at tú kanst vinna og varðveita møguleikar at fara undir eina víðari ella hægri útbúgving um tú seinni í lívinum fært hug til tað. Eyðun Gaard frá Mentamálaráðnum og Yrkisdeplinum greiðir frá Fríða trýr uppá andar Hon trýr uppá andar, sum banka. Tað ger Bjørn ikki. Men so hoyra tey eitt bank. Bjørn verður kløkkur. Hvat er tað Skipanin skal minka um útlátið av svávul í roykinum. Tað er eitt koreanskt felag, sum setur skipanina upp og vil hava hana roynda í góðari tíð, sigur Rúni Vang Poulsen, stjóri á Smyril Line. Norrøna fer frá 18. februar og nakrar vikur fram at røkja leiðina til Suðuroyar meðan Smyril er í dokk í Danmark. Flestu børn í Føroyum kenna tey. Stóra skrímsl og Lítla skrímsl. Og nú er sjeynda skrímslabókin Klandursskrímsl komin í handlarnar. Hoyr samrøðu við ein av rithøvundunum, Rakel Helmsdal, her. Ákæra verður ikki reist móti Sjúrði Højgaard, prædikumanninum úr Rituvík, fyri tað, sum hann førdi fram í eini prædiku beint eftir nýggjár um prestin í Fuglafirði, Anne Mette Klemensen. Prestur føldi, at hon sjálv og børn hennara vóru hótt og valdi at melda prædikumannin. Men ákæruvaldið metir altso ikki, at orðini hjá Sjúrði Højgaard eru revsiverd. Jógvan Elias Winther Poulsen, advokatur, eygleiðir um talufrælsi. Miðflokkurin tekur frástøðu frá útmeldingini hjá Arnfinni á Birtuni, valevni floksins við seinasta kommunuval, sum óbeinleiðis mælir føroyingum til at dyrka hamp og bróta lógina. Avleiðingarnar av hassj og øðrum úrdráttum av hamp plantuni gera meira skaða enn gagn. Tí fer Miðflokkurin ongantíð at taka undir við, at tað skal gerast lógligt at dyrka hamp í Føroyum, sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum. Enn ber ikki til at siga, hvussu leingi forboðið fer at standa við. Tað veldst um, hvat frættist um fuglakrími í Danmark. Tað sigur Birna Mørkøre, landsdjóralækni. Ellis og røktarheimið Hamragarður í Vági, sum varð tikið í nýtslu fyri tveimum árum síðani, krevur longu nú stórar og umfatandi ábøtur. Tilfarið, sum varð brúkt, var ein feilavlevering frá verksmiðjuni uttanlands, sigur Landsverk. Varastjórin á Landssjúkrahúsinum, Neina Túgvustein, ásannar, at tað hevur skund at fáa kostráðgevingina skipaða saman við kommunulæknunum, sum framyvir skulu taka sær av sjúklingum við diabetis 2. Tað hevur stóran týdning, at sjúklingar við diabetes fáa røttu viðgerðina, sigur Neina Túgvustein. Eg seti stór krøv bæði til starvsfólk, næmingar og foreldur teirra. Tað havi eg skyldu til, sigur Morten Hust Petersen. Mentamálaráðið hevur loyst hann úr starvi vegna samstarvstrupulleikar. Starvsfólkini hava í fleiri umførum kært um leiðaran, sum er ovfarin av uppsøgnini. Ein bíbliutekstur kann væl fatast sum ein hóttan, um teksturin verður tikin úr sínum upprunaliga samanhangi og settur í ein nýggjan. Tað sigur Jógvan Fríðriksson, bispur, sum er ósamdur við ákærumyndugleikan, sum ikki fer at reisa ákæru móti Sjúrði Højgaard fyri at hava hótt sóknarprestin í Fuglafirði. Sjúrður Højgaard hevur endurgivið úr Bíbliuni, og tí er talan ikki um revsivert lógarbrot, sigur ákærumyndugleikin. Hetta er eitt upplegg til kjak, sigur Arnfinn á Birtuni, valevni Miðfloksins við síðsta kommunuval. Hann hevur lagt eitt videobrot við sjónleikaranum Halli Hjalgrímsson Djurhuus út á internetið, har hann heitir á fólk um at dyrka hamp plantur og bróta lógina. Tað hevur ikki eydnast útvarpinum at fáa eina viðmerking frá Jenisi av Rana, formanni í Miðflokkinum. Í dag er Tryggari internetdagur . Vit hoyra, tá ið Ingunn og Janus frá Dátueftirlitinum, vóru í 7.flokki í Eysturskúlanum í Havn, og tosaðu um tað at ferðast á netinum. Eisini siga næmingar í 7.flokki sína hugsan. Ákæruvaldið krevur fongsulsrevisng í fýra ár og 11 mánaðir. Eitt ár fyri ein dóm, sum maðurin longu hevur fingið fyri tvær neyðtøkuroyndir, sum hann ikki hevur sitið. Maðurin noktar seg sekan. Hóast hann ikki er virkin tónleikari longur, so hevur áhugin fyri tónleiki altíð verið stórur. Høgni Rasmussen, sum dagliga starvast innan samskiftið og marknaðarføring, velur tónleikin í Brunsj. Kostráðgeving er minst líka stórur partur av viðgerðini av fólki við sukursjúku sum heilivágur, heldur Marjus Dam. Hann heldur, at sum heild eru kommunulæknar væl fyri at viðgera fólk við sukursjúku. Men viðgerðin broytist alla tíðina, og tí er neyðugt við støðugari eftirútbúgving av kommunulæknumnum. Mentamálaráðið grundgevur, at tá næmingarnir vóru útskrivaðir av Venjingarskúlanum, tí teir og foreldur teirra tóku av øðrum tilboði í Kommunuskúlanum, hevði skúlin ongar skyldur mótvegis næmingunum longur. Tí var tað í lagi at nokta næmingunum námsferðina. Foreldini kærdu skúlastjóran og leiðsluna til Mentamálaráðið. Tey mettu, at skúlin hevði framt brot á endamálsorðing fólkaskúlans. Víst varð á, at skúlastjórin og leiðslan ikki vóru sinnað at samstarva í sambandi við skifti í Kommunuskúlan. Mentamálaráðið vísir kæruni frá sær, tí talan er um eitt mál millum foreldrini og skúlaleiðsluna, sigur Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum. Foreldrini ætla at kæra avgerðina hjá Mentamálaráðnum til Løgtingsins umboðsmann. Prestur, sum avnoktar trúnna, hevur onga framtíð í føroysku fólkakirkjuni. Tað sigur Jógvan Fríðriksson, bispur, nú kjakið um trúnna hjá prestum er kyknað aftur. Hann heldur einki løgið vera í, at prestar ikki skulu játta sína persónligu trúgv, tí tað undirgrevur trúvirðið hjá fólkakirkjuni og prestunum, sigur hann. Fólk við autismu skulu hava líka góðar umstøður og møguleikar at taka eina miðnámsútbúgving sum onnur fólk. Tað halda Mentamálaráðið og Føroya Studentaskúli í Hoydølum, sum í løtuni arbeiða við at skipa ein studentaskúlaflokk til fólk við autismu. Tilboðið verður boðið út longu í summar. Ein millión er sett av í fíggjarlógini fyri 2013 til endamálið. Tørvur er á einum slíkum tilboði, sigur Mikkjal Helmsdal, rektari í Hoydølum. Petur Knudsen fekk pappír uppá, at hann var god staldkarl , tá hann hevði verið eitt ár á Royndarstøðini í Hoyvík. Mammuni dámdi illa, at hann fór til skips, eftir at pápin var burturgingin undir krígnum, men eftir árið í Hoyvík fór hann sínar fyrstu túrar undir Ísland við Suðuroynni 16 ára gamal. Veturin 1949 50 var hann á Føroya fólkaháskúla og helt síðani fram við sjólívinum við snøri, línu, troli og gørnum. Fiskiskapurin var góður í Grønlandi, og nógv sild var at fáa norðanfyri Føroyar. Tveir vetrar var Petur á Føroya Sjómansskúla, har hann tók setiskiparaprógv og longdina. Síðsta vikuskifti vóru grønir skótar í Føroyum á legu. Tey hava upplivað mangt og hvat, ma. verið á brandskeið, vitjað veðurstøðina og onnur spennandi ting. Vit hava tosað við fýra grønar skótar um hvat tey hava gjørt, hví tey ganga til skótar og vit fáa eisini at vita hvussu skótalógin ljóðar. Tað er øvut, at Landssjúkrahúsið vísir diabetes sjúklingunum frá sær, áðrenn kommunulæknarnir hava fingið neyðugu kunningina um viðgerðina. Tað sigur Kristiana Rein, forkvinna í Diabatesfelagnum. Ein annar trupulleiki er, at fleiri kommunulæknastørv eru ikki sett við føstum lækna, og tí kann viðgerðin gerast tilvildarlig. Men tá skipanin fæst at virka av álvara um eitt til tvey ár, verður viðgerðin eins góð hjá kommunulæknunum, sigur Kristiana Rein. Suðringar fingu nærum aðruhvørja grind, sum varð hildin til í fjør. Tað vísa nýggjastu grindahagtølini hjá Náttúrugripasavninum. Tilsamans 12 grindir vóru í fjør, og av teimum vóru fimm í Suðuroynni tríggjar í Hvalba, ein í Trongisvági og ein í Vági. Ábendingar eru um, at tað eru havstreymar og føði, sum ávirka, um grindin kemur inn sunnanfyri ella norðanfyri, sigur Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur á Náttúrugripasavninum. Tann størsta grindin í fjør var í Vági. Hon varð hildin til tann 8. august, og var 195 hval. Næststørsta grindin var heima á Sandi 5. juni. Hon var 125 hval. Og tann minsta var í Hvalba tann 27. november. Tann grindin var bara tveir hval. Umframt tær 12 grindirnar var eisini nakrir døglingar hildnir til í Sandvík í fjør. Sandoyartunnilin eigur at verða lagdur í alment partafelag eins og Vágatunnilin og Norðoyatunnilin. Tað sigur Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum og landsstýrismaður í fíggjarmálum. Han sigur, at tað ber til at fara undir Sandoyartunnilin longu í 2015 og hava eina fíggjarlóg í 2016, sum ikki gevur hall. Sambært samgonguskjalinum skuldi ein politiskur fylgibólkur koma við einum tilmæli um Sandoyartunnilin longu tann 1.apríl í fjør. Hetta arbeiðið er framvegis ikki byrjað, men tað verður nú, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður. Fimm milliónir eru settar av til Sandoyartunnilin í 2015 í langtíðarløguætlanini hjá landsstýrinum. Eyðfinn Jensen prátar við Brand Enni um millum annað yrkisleiðini sum tónleikari og sangskrivari, um tey seks árini hann búði í Svøríki, og um at flyta heim aftur til Tvøroyri. Eisini er frumframførsla á skránni, tá sangurin Transmission From Oblivion , verður spældur. Sangurin er av komandi fløguni hjá Brandi Enni, sum eftir ætlan verður givin út um tveir mánaðir. Bakkafrost seldi í gjár lánsbrøv fyri 500 milliónir krónur, sum verða afturgoldin í seinasta lagi 14. februar 2018. Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti, sigur, at tað hevur stóran týdning hjá fyritøkuni at hava eina fíggingarkeldu afturat. Og í løtuni er lánsbrævamarknaðurin sera áhugaverdur. Hoyr samrøðu við Regin Jacobsen í útvarpstíðindunum og Sverra Justinussen, leiðara í Eik Markets, sum var gestur í útvarpsstovuni. Men hví eru vit komin í hesa støðu Og hvat er tankin aftanfyri hesa lóggávu Og hvat snúgva ósemjurnar seg um Til at lýsa hetta og kjakast um sama vóru tveir garvaðir politikkarar í Morguntinginum hósórgunin Torbjørn Jacobsen og Alfred Olsen. Góðar 330 milliónir krónur fáa kommunurnar fyri at yvirtaka eldraøkið á nýggjárinum. Tað vera samstarvsøkini, ikki hvør kommuna sær, sum fáa pengarnar. Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, nú tað er greitt, at talan verður ikki um blokkstuðul ella hægri kommunuskatt fyri at fíggja eldraøkið, sum kommunurnar fáa 1.januar 2014 Á umboðsráðsfundinum hjá Føroya Kommunufelag í morgin fer landsstýrismaðurin at greiða frá fíggjarliga partinum í ætlanini at leggja eldraøkið út til kommunurnar. Tað verður landsstýriskvinnan í almannamálum, sum skal í tingið við uppskotinum um at lata kommununum eldraøkið. Fíggjarmálaráðið hevur bara tann fíggjarliga partin av yvirtøkuni. Hoyr samrøðu við Jørgen Niclasen, landsstýrismann, í útvarpstíðindunum. Í framtíðini skulu fólk, sum hava diabetes 2, viðgerast av kommunulæknunum. Tað er neyðugt, tí teir millum 2.500 og 3.000 føroyingarnir sum hava sjúkuna, fylla so nógv á ambulatoriunum, at pláss er ikki fyri øllum. Tí hava fleiri lond arbeitt við felags vegleiðingum um, hvussu sjúklingarnir skulu viðgerast, fyri á tann hátt at fáa sjúklingarnar út aftur av sjúkrahúsunum í viðgerð hjá kommunulæknunum. Hoyr samrøðu við Jens Andreasen, deildarlækna á Landssjúkrahúsinum, í útvarpstíðindunum. Sandoyartunnilin skal aftur á skrá. Og stendur tað til løgmann skal íløgan raðfestast longu í 2015. Eg kann ikki liva við, at eitt økið í landinum dettur burtur ímillum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. Landsstýrismaðurin í innlendismálum, Kári P. Højgaard, hevur víst á, at tað ber ikki til, at fáa hallið á fíggjarlógini burtur í 2016 og samstundis fara undir Sandoyartunnilin. Løgmaður vísir aftur, at hann hevur tikið landsstýrismannin av ræði. Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur skotið upp, at røktarsjúklingar á sjúkrahúsum skulu gjalda, um teir verða liggjandi á sjúkrahúsi eftir lidna viðgerð. Uppskotið hevur lopið øði í fólk, men spurningurin er, um nøkur verulig orsøk er til hesa øsingina. Var tað rætt, so lógu hesir sjúklingar á til dømis røktarheimi, og tá høvdu teir kortini verið noyddir at goldið ein part. Í útvarpsstovuni at tosa um evnið eru Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, Naina Túgvustein, varastjóri á Landssjúkrahúsinum, og Ingun Gaardbo, leiðandi sjúkrarøktarfrøðingur á Medisinska Deplinum. Borgarakríggj herjar annars friðarliga Vesturafrikanska landið Mali. Islamistar hótta við at taka ræðið í landinum, og Frakland, og nú eisini onnur lond í Vesturheiminum, royna at steðga teimum. Vit tosa við føroyingar, sum búgva, og sum hava búð í Mali. HOYRIÐ MEIRA Í SJÓNARHORNINUM Foreldur skulu ansa eftir ikki at gera seg inn á privatlívið hjá børnunum, tá tey skriva og leggja myndir út á Facebook. Tí summi børn kenna seg illa við av tí, sum foreldrini skriva. Tað sigur stjórin í Dátueftirlitinum, Ingunn Eiriksdóttir. Hon mælir foreldrum til at gera greiðar avtalur við børnini um, hvat kann almannakunngerast, og hvat skal vera privat. Jan Højgaard fekk álitisváttan á formansvalinum í Fiskimannafelagnum. Tá úrslitið varð kunngjørt fyrrapartin, hevði hann fingið meiri enn helvtina av atkvøðunum. Jan Højgaard heldur, at fyriøkurnar í fiskivinnuni eru vorðnar ov stórar, og tí er vandi fyri, at fiskimaðurin fær ikki nóg mikið burturúr. Hann sigur, at tað verður ein avbjóðing at fáa fiskimonnunum so góðar sáttmálar sum til ber. Tað var Andrias Berglíð, virkandi næstformaður í Fiskimannafelagnum, og sum hevur sitið í stjórnini í Fiskimannafelagnum í meiri enn 20 ár, sum fekk úrslitið av formansvalinum handað á skrivstovuni hjá grannskoðarafyritøkuni, Januar. Marknagilsdepilin skal byggjast. Tað var niðurstøðan á samgongufundi í gjár, har Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, kunnaði um verkætlanina og tilmælið, sum Landsverk hevur latið landsstýrismanninum. Skúladepilin í Marknagili gjørdist 156 milliónir krónur dýrari enn ætlað. Landsverk hevur í endaliga tilmæli sínum funnið sparingar fyri góðar 92 milliónir krónur. Sostatt verður neyðugt hjá landsstýrismanninum at fara í løgtingið at biðja um 64 milliónir krónur í merijáttan. Og tað verður ein avbjóðing, ásannar Bjørn Kalsø. FT Gamejam verður 1. og 2. februar 2013 í Klingruni hjá Føroya Tele. Dagarnir verða skipaðir á tann hátt, at tann fyrsti dagurin kemur at snúgva seg um fokuseraðar fyrilestrar um gaming, meðan annar dagurin verður framleiðsla av tveimum game prototypum. Eik Banki væntar at spara umleið 10 milliónir krónur um árið, nú 26 ársverk færri verða í bankanum, og fleiri deildir lata aftur. Tað sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í Eik. Hann sigur, at tillagingarnar, sum vórðu gjørdar fyri hálvum øðrum ári síðani, vóru ikki nóg stórar, tí tað vísir seg, at virksemi bankans er minni enn roknað varð við. Hoyr samrøðu við forstjóran í Eik Banka í útvarpstíðindunum. Føroyskir menn, ið hava ein harðskapsdóm, fáa ikki eina útlendska konu til Føroya. Innlendismálaráðið arbeiðir við at dagføra útlendingalógina í Føroyum, so henda ásetingin eisini verður galdandi í Føroyum. Ein arbeiðsbólkur hevur gjørt nýggju heildarætlanina um harðskap í parlagi. Tað verður gjørt fyri at verja útlendsku kvinnurnar, ið ofta eru í einar serligari støðu, tá tær koma til ein fremmant land, sigur Gudrun Mortansdóttir Nolsøe, fulltrúi í innlendismálaráðnum. Í dag er almennur lúsadagur, og tí hoyra vit søguna Eg havi fingið lýs . Jonna Fritsdóttir Mortensen lesur. Anna Maria Reinert týddi og Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2002. Eisini fer Ida, sum gongur í Frískúlanum í Havn at ummæla bókin Elektron hevur í dag sagt átta fólkum úr starvi. Talan er bæði um forritarar og um fólk, sum veita tænastur. Niels Christian Nolsøe, stjóri, vísir aftur, at uppsagnirnar hava samband við, at peningastovnarnir fyri nøkrum árum síðani fluttu sítt virksemi av landinum. Orsøkin er, at kundarnir spara, og Elektron noyðist at laga seg eftir tí, sigur Niels Christian Nolsøe. Løgtingið viðgjørdi í dag uppskotið frá Jørgeni Niclasen, landstýrismanni, um ríkisveitingina fyri 2013. Blokkurin hækkar góðar átta milliónir krónur, og ríkisveitingin í ár verður góðar 832 milliónir krónur Jørgen Niclasen skrivar í viðmerkingunum til uppskotið, at í veruleikanum lækkar blokkurin 1,1 prosent, tí prístalið í Føroyum er hægri enn í Danmark. Men soleiðis ber ikki til at samanbera, segði Bárður Nielsen, formaður í fíggjarnevndini, undir viðgerðini í tinginum í dag. Hann segði, at heildarveitingin og útreiðslurnar, sum verða fíggjaðar beinleiðis úr ríkiskassanum, svara til góð 20 prosent av rakstrinum av føroyska samfelagnum. Oddvør Skarðhamar fer at gera eina vetrarsalat úr blomkáli. Eisini er tíð, at viga okkara kvinnur eina sístu ferð. Uppá 4 mánaðir, eru tær samanlagt lætnaðar heili 130 kilo. Hvør teirra er lætnað mest, og hvør man hava tikið uppá aftur Tað vísir ein kanning, sum Fjarskiftiseftirlitið hevur gjørt. Talan er um tænastur, sum kervisfelagið FT Net selur til FT Samskifti, Vodafone og Elektron. Kappingareftirlitið hevur víst á, at fjarskiftistænastur eru millum 23 og 45 prosent dýrari í Føroyum enn í Danmark. Hoyr samrøðu við Jógvan Thomsen, stjóra í Fjarskiftiseftirlitinum, í útvarpstíðindunum. Útlendskar kvinnur í Føroyum mugu eisini verjast við lóg, so tær ikki óttast at missa uppihaldsloyvið, um tær fara frá manni, sum fremur harðskap móti teimum. Tað sigur Elin Reinert Planck, leiðari fyri Kvinnuhúsið, nú ein nýggj lóg er á veg í Fólkatingið. Danski løgmálaráðharrin, Morten Bødskov, fer at leggja eitt lógaruppskot fyri fólkatingið, sum tryggjar, at útlendskar kvinnur, ið eru fyri harðskapi frá makanum, kunnu verða verandi í Danmark. Jens Marni Hansen byrjaði sína yrkisleið sum tónleikari í bólkunum Kjølar, All That Rain og Showmenn. Fyri fimm árum síðani gav hann út sína fyrstu solofløgu The Right Way . Fløgan varð kosin ársins útgáva, og Jens Marni vann heiðurin sum ársins sangari, á Planet Awards í 2008. Síðan tá hevur hann virka sum solistur, og nú er onnur útgávan hjá honum á veg. Klaksvíkar kommuna fer í framtíðini at reka KÍ høllina og Badmintonhøllina, so ítróttarfeløgini fáa nøktandi karmar. Ein stórur meiriluti av býráðslimunum atkvøddi í gjárkvøldið við aðru viðgerð fyri at yvirtaka hallirnar, sum Norðoya Sparikassi hevur fíggjað. Hallirnar hava stórt virði, og tí er keypsupphæddin ikki so ógvuslig, heldur Jógvan Skorheim, borgarstjóri. Nýggi ALS stjórin fær fleiri túsund krónur minni í løn um mánaðin enn enn fráfarni stjórin. Stjórin fær onga eyka løn frá Trygdargrunninum, og haraftrat verður starvið flutt úr 39. niður í 38. lønarflokk. Broytingarnar bera í sær, at lønin hjá nýggja stjóranum í ALS verður góðar 18.000 minni um mánaðin enn lønin hjá fráfarna stjóranum. Búnaðarstovan hevur ikki bara festið í Famará, sum hon ikki sleppur at selja. Búnaðarstovan hevur eisini eitt festi í Hósvík. Og soleiðis, sum fimm ára gamla lógin um landsjørð er orðað, kann Búnaðarstovan lættliga fáa fleiri festi á borðið. Tí er umráðandi at fáa viðurskiftini í rætt lag, so eingin ivi er um, hvat Búnaðarstovan kann og ikki kann, sigur Bjørn Patursson, stjóri á Búnaðarstovuni Fiskimálaráðið ógildaði mánadagin avgerðina hjá Búnaðarstovuni at selja festibrævið til festið í Famará, tí Búnaðarstovan hevur onga heimild at selja festi. Í dag hoyra vit søguna Hesturin hjá Sáru. Fríðunn Mortensen lesur. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Nám góvu út í 2012. Hjørdis Heindriksdóttir hevur týtt. Jón Svein Heinesen gjørdi ljóðmyndina. Eisini hoyra vit, tá ið Emma í Frískúlanum í Havn hevði bókaframløgu. Eisini fer Benjamin at greiða frá sínari bókaframløgu. Rithøvundurin Jørgen Frantz Jacobsen er í miðdeplinum í In Mente í dag. Skaldsøga hansara, Barbara, sum kom út eftir at hann var deyður er ein av mest lisnu og týddu skaldsøgum í Norðurlondum. Longu 21 ára gamal gjørdist hann sjúkur av tuberklum. Tað bar í sær drúgvar seingjarlegur á sjúkrahúsum og sanatorium. Tað forðaði honum kortini ikki í at røkja sítt arbeiði sum blaðmaður og rithøvundur. Jørgen Frantz virkaði meginpartin av sínum vaksna lívi í Danmark, men ferðaðist kortini regluliga heim til Føroyar. Tvinnanda ferðir fekk hann sjúkuviðgerð í Føroyum. Tá lá hann á tuberklabýlinum TB, sum stóð niðanfyri har ið Landssjúkrahúsið stendur. Har skrivaði hann millum annað partar av skaldsøguni Barbara. Við Gunnari Hoydal, rithøvundi, fara vit á staðið, har ið TB býlið á sinni stóð. Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, ætlar, at meirjáttanin til skúladepilin í Marknagili í Havn skal vera so útreiðsluneutral sum gjørligt. AElig tlanin er at selja gamla Handilsskúlan og hallirnar hjá Tekniska skúla í Smiðjugerði, og á tann hátt at fíggja ein part av meirkostnaðinum. Arbeitt verður við einum uppskoti um at broyta verklagslógina, so játtanin verður hækkað við 64 milliónum krónum. Gongst sum ætlað, verður Marknagilsdepilin klárur at taka í nýtslu á summri í 2016. Fá arbeiðspláss í Føroyum hava umstøður til fólk í koyristóli, vísa úrslit frá fólkateljingini, sum varð kunngjørd í dag. Tølini vísa, at í Føroyum hava einans 25 prosent av arbeiðsplássunum umstøður til fólk at arbeiða í koyristóli. Forkvinnan í Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum, Carita Bjørklund, visti ikki, at so illa stendur til, og hon er skelkað. Nýggi fiskivinnuleisturin tænir hvørki vinnuni ella føroyska samfelagnum. Tað sigur Poul Michelsen, formaður í Framsókn, sum hevur ilt við at fáa eyga á vinnupolitisku ambitiónirnar við upplegginum til nýggja fiskivinnulóggávu. Hoyr samrøðu við Poul Michelsen í útvarpstíðindunum og Jacob Vestergaard, landsstýrismann, sum var gestur í útvarpsstovuni. Tað er eru tvær av fyribils niðurstøðunum í fólkateljingini Manntal, sum Hagstovan hevur kunngjørt. Úrslitini higartil vísa, at vit í Føroyum eru serlig, sigur Herman Oskarson, stjóri á Hagstovuni. 98 prosent av føroyingum svaraðu spurnarblaðnum. Bóklingurin, sum varð almannakunngjørdur fyrrapartin, verður borin í hvørt hús við postinum í morgin. Úrslitini frá fólkateljingini verða løgd á heimasíðuna hjá Hagstovuni, so hvørt sum tey eru klár. Hetta er fyrstu ferð síðani 1977, at fólkateljing hevur verið í Føroyum. Hermann Oskarsson, búskaparfrøðingur, og Kári á Rógvi, lektari í løgfrøði, eygleiða um orðingarnar ogn føroya fólks og ogn landsins Skal Búnaðarstovan lýsa festið í Famará til sølu av nýggjum, krevst ein lógarbroyting. Tí sambært Fiskimálaráðnum kann Búnaðarstovan ikki selja festi sambært galdandi lóg. Fiskimálaráðið hevur ógildað avgerðina hjá Búnaðarstovuni at selja Árna Brattaberg, sum hevði hægsta boð, festibrævið fyri Famará. Bjørn Patursson, stjóri í Búnaðarstovuni, fekk avgerðina í gjárkvøldið. Hoyr samrøðu við hann í útvarpstíðindunum. Tjóðveldi og Framsókn hava skotið upp fyri løgtinginum, at Føroyar stovna sendistovu í Nuuk. Ein sendistova í Grønlandi kann slóða fyri, at føroyskar fyritøkur kunnu fáa arbeiðsuppgávur í landinum, sigur Poul Michelsen, formaður í Framsókn. Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, heldur, at Grønland er áhugavert fyri føroyskar fyritøkur, og tað hevði verið gott at havt fólk í Grønlandi við røttu sambondunum. Hon er tó ikki sannførd um, at neyðugt er við eini sendistovu. Tað verður torførari og torførari hjá teimum eldru fólkunum, sum ikki hava teldu. Peningastovnarnir hava leingi lagt dent á avgreiðslu á netinum, og tað nýggjasta er, at nú vil elfelagið SEV eisini hava fólk at gjalda SEV rokningina á netinum. 85 ára gamli Justinus Hansen á Toftum, vanliga nevndur Ysti, stendur spyrjandi. Hann kennir tað, sum hann og onnur eldri fólk, ið ikki hava teldu, verða kroyst upp í ein krók. Ysti ætlar sær heldur ikki at fáa sær teldu, og fyri HANN er hetta eitt prinsippmál Livar Nysted sigur tó, at metið ikki er tað týdningarmesta við ferðini. Sjálvur fer hann meira eftir upplivingini at rógva um Atlantshavið. Til ber at fylgja við ferðini á heimasíðuni trip.fo Kaj Leo Johannesen, løgmaður, er samdur við landsstýrismanniin í fiskivinnumálum um, at hugtakið Ogn Føroya fólks eigur at lýsast neyvari í nýggju fiskivinnulógini. Uppritið til nýggju lógina leggur upp til at at strika orðingina Ogn Føroya fólks og seta Ogn landsins í staðin fyri at sleppa undan misskiljingum. Tað er ein misskiljing, at hvør einasti føroyingur eigur sín privata part av fiskatilfeinginum, staðfestir løgmaður. Í dag hoyra vit søguna Sámal verður bangin. Hjørdis Heindriksdóttir týddi. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Nám góvu út í 2012. Ólavur Djurhuus Hansen lesur. Jón Svein Heinesen gjørdi ljóðmyndina. Eisini fer Leik, sum gongur í Frískúlanum í Havn at ummæla bókina Mánalýsið. Ein sendistova í Grønlandi kann slóða fyri, at føroyskar fyritøkur kunnu fáa arbeiðsuppgávur í landinum. Nógv vænta, at virksemið í Grønlandi fer at vaksa munandi næstu árini, tí ráevnisvinna er um at taka seg upp. Tí ræður um at knýta tættari samband við Grønland, sigur Poul Michelsen, formaður í Framsókn, sum saman við Tjóðveldi, hevur lagt uppskot fyri tingið um at lata sendistovu upp í Nuuk. Poul Michelsen heldur, at føroyingar kenna grønlendingar betur enn flestu onnur gera. Í ES eru tey sera vónsvikin, tí Føroyar ikki eru við í sildaravtaluni millum strandarlondini, men eingin fráboðan ella hóttan um handilsforðingar móti Føroyum vóru frammi í Brússel í dag, tá ES fiskivinnuráðið hevði fund. Vit eru sera vónsvikin, nú Føroyar ikki vilja vera við í semjuni um sildina. Tað er sera umráðandi at hava burðardyggan fiskiskap eftir sild, so nú verður leitað eftir øllum møguleikum at forða fyri, at sildin verður niðurfiskað, sigur Maria Damanaki, fiskivinnukomisserur. Kate Sanderson, føroyska sendikvinnan í Brússel, heldur ikki, at Føroyar fingu harðar atfinningar í dag. Trotabúgvið eftir íslendska Landsbankan, sum átti netbankan Icesave, hevur longu goldið meginpartin av krøvunum í Icesave. EFTA dómstólurin fríkendi í dag íslendska ríkið í Icesave málinum, og tí skal íslendski ríkiskassin einki gjalda, heldur ikki sakarmálskostnaðin. Útlendskir miðlar hava sagt, at tað hevði verið ein dyggur smeitur fyri íslendska ríkiskassan, sum hevði verið noyddur at goldið Bretlandi og Niðurlondum einar 30 milliardir krónur í okkara peningi, um Ísland tapti málið. Men so stóra upphædd er als ikki talan um. Munandi minni Bogi Ágústsson, tíðindamaður hjá íslenska kringvarpinum, sigur, at hevði staturin verið dømdur, skuldi hann goldið sakarmálskostnað og rentur, og tað hevði verið munandi minni upphædd. Trotabúgvið eftir Landsbankan, sum átti Icesave, eigur nógvan pening, og búgvið hevur longu goldið meginpartin av krøvunum. Búgvið er ført fyri at gjalda øll krøv, sum koma í Icesave, sigur íslendski tíðindamaðurin. Hoyr samrøðu við Boga Ágústsson í útvarpstíðindunum. Tað var ein ovurfegin Ouml ssur Skarph eacute ðinsson, uttanríkisráðharri, sum tosaði við fjølmiðlarnar, eftir at dómurin hjá EFTA dómstólinum varð kunngjørdur fyrrapartin. Íslendski uttanríkisráðharrin segði við íslendska kringvarpið, at íslendski sigurin er fullkomin, tí ESA skal harafturat gjalda allan sakarkostnaðin, eisini samsýningina til sakføraran hjá íslendingum, Tim Ward, sum er breti. Ouml ssur Skarph eacute ðinsson segði, at proseduran hjá Tim Ward í hesum størsta málinum, sum EFTA dómstólurin hevur havt, fer í skúlabøkurnar í Evroparætti Bárður Næs er bæði tónleikari og íverksetari, og hann hevur verið við til at skipa fyri eina langari røð av tiltøkum og verkætlanum. Nevnast kunnu millum annað tónleikabólkurin Gipsy Train og ungdómsportalurin Røddin. Í dag hoyra vit søguna Katla og Stina og sjokulátutjóvarnir. Katrina Olsen lesur. Lív Mortensen ger ljóðmyndina. Anna Maria Jensen týddi. Eisini hoyra vit Sólju í Frískúlanum í Havn ummæla ævintýr. Petur Knudsen í Saltangará verður nú gestur í Meg minnist. Petur er bæði av Glyvrum og úr Heiðunum og skrivar seg at búgva í Saltangará. Fyrsta maður, sum búsettist í Heiðunum hjá glyvramonnum, Ytri Niels, ið var langabbi hansara. Ytri Niels var úr húsunum Niðri í Gerði á Glyvrum og setti seg í 1856 niður ved Saltanger . Ein annar Niels, úr Kálvhúsinum, flutti stutt eftir út í Heiðar og varð nevndur Innari Niels. Seinastu 70 árini hevur stór menning verið har á leiðini, fyrst og fremst tí havnarlag varð gjørt. Í dag er eitt ár síðani Undirhúsið á Toftum byrjaði. Og tað hevur fingið SERA góða undirtøku. Dagliga samlast einir 20 30 mans í kjallaranum í handlinum Hjá Pidda, har sum Posthúsið á Toftum var. Opið er BÆÐI fyrrapart og seinnapart. Vit vitjaðu Undirhúsið á Toftum leygardagin og fingu prát við nakrar mans teirra millum Thorben Gaardbo, sum hevði ábyrgdina av Undirhúsinum tann dagin. Hoyr samrøðuna, sum Tórður Mikkelsen hevur gjørt. 18 januar hevði Hamferð konsert í Havnar kirkju. Teir vunnu Wacken metal battle í 2012, sum er eitt ómetaliga stórt ting fyri eitt orkestur úr okkara lítla landi. Tað serliga við hesi konsert, var, at hon var í eini kirkju. Tað er ikki sigur, at tílíkur tónleikur verður spældur á sama staði, har vit vera konfirmerað. Í dag hoyra vit søguna Katla og Stina og sjokulátutjóvarnir. Katrina Olsen lesur. Lív Mortensen ger ljóðmyndina. Anna Maria Jensen týddi. Eisini hoyra vit Sólju í Frískúlanum í Havn ummæla ævintýr. Fyrr var tað torv og kol, og seinast hálvu øldina hevur tað verið oljan, sum hevur hita húsini og skaffa okkum el. Næstan líka leingi hevur verið tosað um alternativa orku. Skipað verður fyri orkuráðstevu komandi vikuskiftið og hon verður hildin á Hálsi í Havn. Á Orkustevnuni verða 16 viðkomandi fyrilestrar. Talan er eitt breitt úrval av fyrilestrum frá SEV, Jarðfeingi, Umhvørvisstovuni, VIT Orka og Agenda21. Ólavur í Geil Guttesen, fyriskipari og Kári Mortensen, frá Jarðfeingi, vóru í útvarpsstovuni í morgun. Findus hoppar so illa í songini, og Pettson gerst móður av at vakna av honum. Hann má antin steðga við at hoppa, ella flyta. Findus velur tað síðsta, og hvussu verður tað Norska matvørueftirlitið givið at ráða hesum kvinnum frá at eta tvøst, tí umfatandi kanningar vísa, at skaðiligu evnini í tvøstinum, so sum kyksilvur, eru ikki so nógv longur. Hetta fær tó ikki Pál Weihe, formann í Fólkaheilsuráðnum, at broyta støðu. Føroyska tilmælið um, at grindahvalur eru ikki egnaður sum mannaføði, stendur við. Norska tilmælið snýr seg um barduhval. Grindahvalur er tannhvalur, og teir liva ikki av somu føði, sigur Pál Weihe.Tí heldur hann fast um tilmælið um ikki at eta tvøst og spik av grindahvali. Guðrið Hansdóttir hevur givið út trýggjar fløgur, og verðið kosin ársins songkvinna á Planet Awards. Tey seinastu tvey árini hevur hon búð í Íslandi, har hon hevur liva av tónleiki burturav, men nú er hon flutt heim aftur. Í sendingini greiðir Guðrið millum annaðfrá samstarvinum við Janusi Rasmussen um nýggju electropop duoina Byrta og um fløguna, sum væntandi verður givin út seinni í vár. Leguhúsið hjá Heimamissiónini í Nesvík verður nú útbygt fyri slakar 25 milliónir krónur. Virksemið í Leguhúsinum er nógv vaksið seinastu árini, og tí er neyðugt at byggja út, sigur Øssur Kjølbro, aðalskrivari í Heimamissiónini. Leguhúsið í Nesvík varð vígt í 1993, men tað hevur leingi verið eitt ynski hjá Heimamissiónini at byggja leguhúsið út. Ein bygningur í tveimum hæddum verður bygdur afturat, og samlaða gólvvíddin verður 866 fermetrar. ES fer neyvan at revsa Føroyar fyri makrelfiskiskapin í ár, tí ES fiskar ikki sjálvt burðardygt. Og tað er neyvan sannlíkt, at ES fer at revsa Føroyar fyri at áseta sína egnu kvotu av sild. Tað segði danski fiskimálaráðharrin, Mette Gjerskov, í samráði í Evropanevndini hjá Fólkatinginum í dag. Ráðharrin segði, at av tí at fiskiskapurin hjá ES eftir makreli ikki er burðardyggur, kann ES ikki revsa Føroyar fyri makrelfiskiskapin í ár. Edmund Joensen, fólkatingslimur, sum situr í Evropanevndini, sigur í tíðindaskrivi eftir samráðið fyrrapartin, hann roknar kortini við, at sildafiskiskapurin fer at útloysa revsitiltøk. Fólkaheilsuráðið, krabbameinsfelagið og Gallup Føroyar, skipa fyri evnisdegi mánadagin 28. januar, undir heitinum Lív og heilsa mín ábyrgd okkara felags ábyrgd. Her vera fyrilestrar og kjakbólkar, og høvuðsfyrilestrarhaldari er svenski læknin P r G rdsell. Góðan Morgun Føroyar hevði samrøðu við P r í morgun Hini londini vildu als ikki umrøða føroyska ynskið um størri sildakvotu á fundinum í London, og tí fara Føroyar at áseta sær sína egnu kvotu. Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, eftir hvøssu atfinningarnar úr Noregi, Danmark og Skotlandi, um at Føroyar ikki vildu býta sildakvotuna saman við hinum londunum. Úr Noregi verður ført fram, at Føroyar als eingi vísindalig prógv høvdu, sum kundu geva størri kvotu. Tað er ósatt, tí grundgevingarnar vóru nógvar, sigur Jacob Vestergaard. Borgarstjórin í Havn vil ikki vera aftan fyri Sunda kommunu. Heðin Mortensen sigur, at hann tekur undir við at hava býráðsfundir beinleiðis á netinum, og fer at taka málið til viðgerðar í býráðnum. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur ongan hug at broyta skipanina við Trygdargrunninum, hóast útróðrarmenn halda, at útgjaldið er ov lítið. Henrik Old, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, spurdi í gjár Jacob Vestergaard, um tað ikki ber til at finna eina loysn, serliga vetrarmánaðirnar. Tí vandi er fyri, at útróðrarvinnan hórar ikki undan. Men Jacob Vestergaard vísir á, at løgtingið í 2010 samtykti at leggja inntøkutrygdina til reiðarar og fiskimenn at umsita, og nýggja skipanin skal fáa frið at royna seg. Hoyr Henrik Old og Jacob Vestergaard í løgtinginum. Ung, sumtaka hægri útbúgving, eftirlýsa lestrarumhvørvi í Føroyum. Tí hevur tað týdning, at lestraríbúðir fyri ein sámuligan prís verða veruleiki. Tað sigur Erika Hayfield, sum er forkvinna í arbeiðsbólkinum hjá Vinnumálaráðnum, sum skal koma við einum tilmæli um, hvussu vit steðga fólkafráflyting og fáa fólkavøkstur í Føroyum. Lesandi eiga at kunna leiga íbúðir fyri 2.000 krónur um mánaðin. Tað er setningurin hjá Bústøðum, sum arbeiða við einari ætlan um íbúðir til fólk í útbúgving. Men fleiri treytir skulu lúkast, skal tað eydnast at fáa leiguprísin so langt niður, sigur Andras Róin, stjóri í Bústøðum. Tað velst heilt einfalt um, hvat landið ella kommunur vilja, siga Búðstaðir, sum er fyrrverandi Húsalánsgrunnurin. Vil landið rinda helvtina av byggingini, verður búðstaðurarleigan helvtina bíligari. Talan er um eina eingangsíløgu. Samstundis minkar fólkatalið, og vit blíva alsamt færri á arbeiðsmarknaðinum. Harumframt hevur demografiska gongdin við sær stórar avbjóðingar fyri tænastustøðið í eldrarøktini. Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, og Rigmor Dam kjakast um hesar avbjóðingar Løgtingið hevur samtykt at leggja tilfeingisgjald á makrelveiðuna í ár fyri umleið 120 milliónir krónur Men nú tað er greitt, at Føroyar eisini fara at áseta sær egna sildakvotu, eru ongar ætlanir um at áleggja serstakt tilfeingisgjald á sild. Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður. Hoyr kjak millum Bjarna Djurholm, løgtingsmann fyri Fólkaflokkin, og Aksel V. Johannesen, formann í Javnaðarflokkinum, sum báðir eru limir í Vinnunevndini. Teir skiftu orð um tilfeingisspurningin í útvarpstíðindunum á middegi. Útlitini eru vánalig fyri fiskiskapin eftir toski og hýsu undir Føroyum. Og fiskiskapurin má tálmast á ein ella annan hátt. Tað sigur Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni, eftir vánaligan fiskiskap eftir toski og hýsu í fleiri ár. Tilsamans vórðu 82.000 tons av botnfiski landað í fjør. Av teimum vóru 2.600 tons hýsa og góð 10.000 tons av toski. Gongdin er vánalig, sigur Eilif Gaard. Týsdagin var val til ísraelska tingið, Knesset. Roknað varð við, at forsætisráðharrin seinastu fýra árini, Benjamin Netanyahu, og hansara stjórn, fóru at vinna valið lættliga. Men tá talt varð upp týskvøldið sá út til, at sitandi stjórn fekk 61 tinglimir í Knesset, meðan Sentrum vinstra fekk 59 tinglimir. Men eftir fínteljingina mikunáttina er spenningurin vorðin upp aftur størri, tí nú hava høgri og sentrum vinstra fingið 60 tinglimir í part. Nú er spurningurin fyri tað fyrsta, hvør megnar at koma í stjórn, og í øðrum lagi bíða framvegis óloyst mál sum palestinaspurningurin, kjarnorkudubbingin í Iran og so eru tað viðurskiftini við nýggju islamistisku stjórnina í Egyptalandi. Miðeystur er enn sum áður ein krúttunna. Gestir í útvarpsstovuni eru Jan Lamhauge, journalistur, Sonne Smith, journalistur og rithøvundur, og Hans Holm, fyrrverandi lektari á Føroya Læraraskúla. Samrøður eru við Marner av Lofti, sum javnan hevur vitjað Ísrael seinastu 25 árini, og við ísraelan og hálvføroyingin, Mickey Shemesh, sum býr og lesur búskaparfrøði í Tel Aviv. HOYRIÐ MEIRA Í SJÓNARHORNINUM Føroyar standa púra einsamallar í stríðnum um at fáa størri kvotu av norðhavssildini. Bæði Ísland og Russland, sum Føroyar vanliga hava tætt samstarv við, skrivaðu eisini undir avtaluna sildabýtið í gjár. Hetta er ein nýggj støða, ásannar landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard. Hann væntar tó ikki, at russar fara at revsa Føroyar við at forða føroyskum vørum at koma á russiska marknaðin. Teir báðir stóru andstøðuflokkarnir taka undir við avgerðini hjá Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni, um at áseta okkara egnu sildakvotu. Bæði Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi siga, at Føroyar hava rætt til størri sildakvotu. Og tá hini londini ikki vilja viðurkenna okkara rætt, noyðast vit at áseta okkara egnu kvotu, siga teir. Vit taka undir við landsstýrismanninum, men Føroyar mugu ikki halda seg alt ov leingi uttan fyri semjuna við hini londini, sigur Páll á Reynatúgvu, tingmaður í Tjóðveldi. Formaðurin í Javnaðarflokkinum, Aksel V. Johannesen, tekur eisini undir viði landsstýrismanninum, men hann ivast í samráðingarevnunum hjá landsstýrinum. Soleiðis sigur Niels Jákup Heinesen, sum seinastu mánaðirnar er lætnaður heili 20 kilo. Hann heldur ikki, tað er nóg mikið, bert at hoyra um kvinnur, og hvussu tær gera, tá ið tær broyta lívstíl og vilja lætna. Niels Jákup kemur at greiða frá, hvussu hann hevur gjørt fyri at lætna 20 kilo, hóast hann hatar grønmeti, og dámar væl at liggja á sofuni. Ein máti, at halda vektini niðri, er at eta grønmeti burturav ein dag um vikuna. Meatless Monday verður hetta kallað í fitnessheiminum. Er hetta gott Hvat kunnu vit eta ístaðin Økonoma Jana Thomsen kemur at greiða frá, og gera nakrar rættir uttan kjøt. Granskari Magnus Norðberg kemur at greiða frá grønmetisdjúsi, um tað veruliga er so sunt, sum nógv vilja vera við, ella um vitaminirnar fara í skrell við skalinum. Landsstýriskvinnan í almannamálum heldur tað vera óvirðiligt, at sjúklingar, sum eru liðugt viðgjørdir, verða liggjandi á sjúkrahúsum. Tað segði Annika Olsen, tá hon fyri løtu síðani svaraði einum munniligum fyríspurningi frá Rigmor Dam, løgtingskvinnu. Annika Olsen sigur, at hon nú fer at kanna, hvønn tørv úrskrivaðu sjúklingarnir hava. Hon sigur, at talan er um einar 10 sjúklingar á øllum trimum sjúkrahúsunum. Hoyr Anniku Olsen í løgtinginum Uppskotið um at broyta verkætlanina um skúladepilin í Marknagili er á veg í løgtingið. Og neyðugt verður at biðja um 64 milliónir krónur í eykajáttan. Tað upplýsti Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, tá hann svaraði munnligum fyrispurningum frá Bill Justinussen og Rigmor Dam í løgtinginúm í dag. Bjørn Kalsø segði, at ætlanin er eisini at fáa tilboð frá Tórshavnar kommunu um Handilsskúlan og hallirnar hjá Tekniska skúla í Smiðjugerði. Landsstýrismaðurin upplýsti, at uppskotið um skúladepil, sum byggifelagið Articon er komið við, verður eisini viðgjørt í løtuni. Hoyr Bjørn Kalsø í løgtinginum. Fyrrverandi forkvinnan í Javnstøðunevndini, Kristianna Winther Poulsen, sum nú hevur tikið sæti á tingi fyri Jógvan Skorheim, atkvøddi í gjár ímóti uppskotinum hjá Tjóðveldi um at leingja barnsburðarfarloyvið, hóast hetta er eitt av hennara hjartamálum. Tingkvinnan fyri Sjálvstýrisflokkin setur í staðin sítt álit á, at samgongan kemur við sínum egna uppskoti til eina betri barsilsskipan. Hoyr samrøðu við Kristionnu Winther Poulsen í útvarpstíðindunum. Í sendingini greiðir Fróði T. Vestergaard millum annað frá yrki sínum sum samskipari og prosjektleiðari í Norðurlandahúsinum, og um tíðina, tá Prix Føroyar tónleikakappingin var í hæddini. Eisini verður práta um konsertirnar, sum Fróði og hinir limirnir í Deiggj hava skipa fyri, saman við fyrrverandi Uriah Heep sangaranum, John Lawton. Tað snýr seg fyrst og fremst um virðing, og at duga at síggja tey eldru sum eitt virðismikið íkast til samfelagið. Tað sigur Landsfelag pensjónista, sum hevur verið við í bólkinum, ið hevur gjørt tilmælið um eldrapolitikk í Føroyum. Framskrivingar vísa, at um 20 ár eru 11.000 pensjónistar í landinum, ella tvær ferðir so nógvir sum nú. Hoyr samrøðu við Arna Thorsteinsson, formann í Landsfelagi pensjónista, í útvarpstíðindunum. Um 20 ár eru tvífalt so nógvir føroyingar í pensjónistaaldri sum í dag. Í dag eru 5.500 pensjónistar, men um 20 ár eru 11.000, vísa framrokningar. Annika Olsen landsstýriskvinna í almannamálum, fekk í dag handað tilmæli um eldrapolitikk. Hon sigur, at vit mugu broyta hugsan um tey eldru. Tey skulu ikki síggjast sum ein byrða, men sum ein virðismikil samfelagsbólkur. 23. januar 1973, var stóra eldgosið í Vestmannaoyggjunum og gott 5000 fólk mátti í skundi flytast burtur. Ein teirra, sum búði í oyggjunum tá, saman við manni og tveimum synum, var havnakonan Gertrud Johannesen. Hon minnist sera væl náttina, tá tey vóru noydd at rýma. Hoyr samrøðuna sum hon hevði við Góðan Morgun Føroyar. Í sendingini verður trúboðarin og ídni rithøvundurin Victor Danielsen til umrøðu. Eftir hann liggur ørgrynna av tekstum. Harumframt týdddi hann ikki færri enn á leið 870 sálmar. Sjálvur yrkti hann 27 sálmar. Hann týddi úti við tjúgu bøkur, og umframt bíbliu og sálmabók skrivaði Victor Danielsen tvær skaldsøgur Aðru ferð í 1927 og Nei, lyftið sveik ikki í 1947. Alt, ið hann skrivaði, var andaligur lesnaður og var partur av trúboðanarstarvi hansara. Hóast hann var av alvirknastu høvundum, og var kosin aldarinnar føroyska skald í einari atkvøðugreiðslu í einum av føroysku bløðunum um aldamótið, hevur hann kortini sjáldan verið tikin fram til bókmentaliga viðgerð. Í mars 2009 høvdu vit viðtal við rithøvundin Carl Jóhan Jensen um Victor Danielsen serliga sæddan í einum bókmentaligum ljósi. Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, fer neyvan at taka av tilboðnum frá byggifyritøkuni Articon, sum bjóðar seg fram at gera Marknagilsdepilin fyri ein munandi bíligari penga enn verandi uppskotið hjá Landsverki. Hann vísir á, at tá tað almenna fer undir stórar byggiverkætlanir, eru ávísar mannagongdir, sum skulu fylgjast. Løgtingið samtykti við verklagslóg í 2008 at játta 391 milliónir kríonur til verktætlanina, umframt aðrar 60 milliónir til innbúgv. Lægsta tilboðið vísti seg tó at vera 155 milliónir krónur oman fyri kostnaðarmetingina hjá Landsverki, sum síðani hevur arbeitt við sparingum. Nú er so greitt, at skal verandi verkætlan fremjast í verki, má Bjørn Kalsø biðja løgtingið um 64 milliónir krónur í eykajáttan. Tað sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum. Trupulleikin er ikki nýggjur, og tað almenna hevur svikið, sigur landsstýriskvinnan, sum ikki er fegin um at fólk sjálvi skulu gjalda fyri uppihald á sjúkrahúsunum. Almannamálaráðið hevur júst fingið uppskotið til ummælis, og tað verður nú gjørt, sigur Annika Olsen Spurningurin ljóðar Dótturin, sum gongur í 7. flokki, hevur skrivað stíl, og tá tey fingu stílin aftur, segði lærarin, at hann hevði fingið konu sína at hjálpa sær at rætta stílarnar. Er hetta ok Kann onkur, sum ikki er lærari, rætta tílíkar stílar Er ikki eitt álit millum næmingar og lærara, sjálvt um lærarin tekur stílarnar heim at rætta Anna Dalsgaard, lærari, svarar spurninginum. Eitt sjúkrahús er ikki eitt nøktandi alternativ sum røktarpláss hjá eldri fólkum, ið eru liðugt viðgjørd í sjúkrahúsverkinum Tað sigur Ida Sørensen, leiðari á Ellisheiminum í Havn. Sjúkrahúsverkið nú fer at krevja pengar frá fólki, sum framvegis liggja á sjúkrahúsi, hóast viðgerðin er liðug. Talan er ofta um fólk, sum hava brúk fyri røkt, men ikki hava pláss á ellisheimi ella aðrastaðni. Men sjúkrahús megna ikki at taka sær av eldri fólki, ið einans hava røkt fyri neyðini. Sjúkrahús kunnu ikki geva teimum eitt innihald í gerandisdegnum, ið virðir tann einstaka persónin, sigur Ida Sørensen. Í USA hava tey TheOnion, í Danmark Rokokoposten og Heltnormalt.dk og í Føroyum hava vit Føroyaportalin. Hví er tað so áhugavert at síggja og lesa tíðindi, sum eru vend beint upp og niður. Niels Uni Dam, miðlafrøðingur er í útvarpsstovuni. Biografur verður nú aftur í Runavík. Eingin biografur hevur verið í triðstørstu kommununi í landinum, síðani Glyvra Bio gavst at vísa film fyrst í áttatiárunum. Men nú hevur Runavíkar kommuna hevur gjørt íløgu í framkomna biograf útgerð til Løkshøll, sum er í Runavíkar skúla. Fyrsta sýningin verður týskvøldið 29. januar. Maria Jørðdal Niclasen er barnvaksin í Brøðrasamkomuni á Eiði. Hon hevur lokið guðfrøðiprógv við Universitetið í Keypmannahavn. Tá hon fór á Pastoralseminariið og í praktik hjá presti, varð hon greið yvir, at tað var prestur í Fólkakirkjuni hon vildi vera. Vitjað varð í gomlu smáttuni undir Varða í Havn, sum var skaldabýli hjá William Heinesen í nógv ár. Vit skiftu orð við Zacharias Heinesen, listamann. Samrøðan varð gjørd í januar 2008. Vit hoyrdu eisini samrøðu, sum Jógvan Arge hevði við William heinesen í 1985, tá ið William hevði fingið Sonning virðislønina 85 ára gamal. Eitt samtak millum byggifeløgini Articon og Búsetur bjóðar seg fram at byggja Marknagilsdepilin fyri ein kostnað, sum er væl innan fyri játtanarkarmin Politiski mynduleikin eigur at fáa eitt alternativ til verandi byggiætlan, sigur Jón Sigurðsson, stjóri í Articon Føroyskir barnagarðar og skúlar raðfesta ikki listina nóg ovarliga. Tað er spell, tí tað er ókeypis og kann lyfta Pisa úrslitið munandi. Tað er ein niðurstøðan í nýggjari kanning, sum eitur List í uppvøkstri og skúlagongd í Føroyum. Anne Bamford, professari, hevur í eitt gott hálvt ár granskað, hvussu nógv list fyllir í uppvøkstri og skúlagongd hjá føroyskum børnum, og úrslitið er ikki nøktandi heldur hon. Kanningin hjá Anne Bamford vísir, at meðan støðan er á góðari leið í miðnámsskúlunum, har næmingar hava góðar umstøður og lærarar við listarligari útbúgving, er ikki so væl statt í barnagørðum og skúlum. Hoyr samrøðubrot við Anne Bamford. Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum. Hakin varð í dag settur í til nýggja FSF húsið á Tórsvølli. Tað verður bygt, har áskoðarapallurin í syðra enda stóð. Nýggja FSF húsið verður andlitið og inngongdin til nýggja, uppstigaða Tórsvøll, og er ein partur av einari størri heildarætlan hjá Tórshavnar kommunu fyri allan Gundadal. Nýggja húsið verður væntandi liðugt um eitt ár, sigur Christian Andreasen, FSF forseti. Umframt ljós, graslíki og nýtt FSF hús, skal Tórvøllur innilokast. Alt arbeiðið at uppstiga Tórsvøll fer at kosta millum 60 og 70 mó. krónur Tórshavnar kommuna, Fótbóltssamband Føroya og UEFA rinda kostnaðin í felag. Hóast arbeiðið sum skúlalærari fyllir mest í gerandisdegnum, er tað sum songkvinna og diva, at føroyingar kenna Maluna best. Hon hevur sungið við fleiri føroyskum kórum og tónleikabólkum, givið út fløgu í egnum navn, og seinastu árini verið ein av oddakvinnunum í tónleikabólkinum Divaz. Umframt at greiða frá ymiskum viðurskiftum í lívið sínum, velur Malan eisini tónleikin, sum verður spældur í sendingini. Politikararnir sleppa nú at taka støðu til, um sjúklingar, sum eru liðugt viðgjørdir, skulu gjalda fyri at verða liggjandi á sjúkrahúsi. Portalurin visti um vikuskiftið at siga, at arbeitt verður við eini lóg, sum loyvir sjúkrahúsinum at senda rokning fyri mat og uppihald til sjúklingin, eins og sambýli og røktarheim gera. Kostnaðurin er millum 180 og 200 krónur fyri samdøgrið. Á psykiatriska økinum verður henda skipan longu brúkt. Kostnaðurin at vera á sambýli ella røktarheimi er 5.500 krónur um mánaðin. Um henda skipanin verður galdandi í sjúkrahúsverkinum, er møguleiki løna einum starvsfólki afturat, sigur Sigurð Ó. Vang, stjóri á Landssjúkrahúsinum. Lógaruppskotið er um at vera liðugt til politiska viðgerð. Sigurð Ó. Vang væntar, at tað kann vera liðugt viðgjørt og samtykt einaferð í apríl mánaði. Hoyr samrøðu við Sigurð Ó. Vang í útvarpstíðindunum. Søren Kierkegaard er ein av heimsins kendastu heimsspekingum og gudfrøðingum. Hann legði grundarsteinin undir tað vit kalla eksistensialismuna. Søren Kierkegaard gjørdi upp við kirkjuna og hevði eina heilt serliga útlegging av kristindóminum og Jesusi. Eisini segði hann, at vit kunnu ikki velja Gud sum okkara bjarging, tí tað er Gud sum má velja okkum. Í samband við at tað 5. mei í ár eru 200 ár síðan, at Søren Kierkegaard føddist, tosa vit nú við Ólav Rasmussen, gudfrøðing og rithøvund, Ólavur skrivað bókina Antin Ella í 2005, ið viðgerð skaldskapin og hugsaninar hjá Søren Kierkegaard. Tað var Søren Kierkegaard sum segði, at fjøldin er býtt. Hetta og mangt annað hoyra vit um í samrøðuni Kristian Jensen eigur sjálvurtriði fyritøkuna Springfeed, ið mennir mobilar loysnir. Í fjør vann Springfeed heiðurin Ársins Danska App á bæði Mobile Awards og Beep National. Appin, ella forritið, varð ment til fyritøkuna etakeaway, sum longi hevur hevur havt eina portalskipan, har ein elektronikst kann bíleggja mat frá nógvum ymsum matstovum. Við hjálp frá Springfeed og Kristiani Jensen er hetta nú eisini gjørligt umvegis fartelefonina og teldilin. Kristian Jensen er sum sagt føroyingur. Áhugan fyri mobilum loysnum og forritum kom á DTU, Danmarks Tekniske Universitet, har hann las. Vit eiga at fáa nógv meir burtur úr tí fiskinum, sum verður veiddur í føroyskum sjógvi. Tað sigur Odd Eliasen, stjóri í Havsbrún. Hann vísir á, at fleiri fiskaløg eru, sum ikki verða fiskað, og samstundis fæst ov lítið burtur úr slógnum. Havsbrún ætlar at fáa 150.000 tons av fiski og fiskaúrdráttum. Tað skal til, um virkið skal vera ført fyri at veita alivinnuni 90.000 tons av fóðri. Alivinnan stendur fyri einum góðum triðingi av føroyska útflutninginum. Havsbrún er í kapping við onnur virkir um fiskin, men aðrir møguleikar finnast eisini, sigur Odd Eliasen. Fyri hálvum øðrum ári síðani, samtykti løgtingið at sleppa kirkjum, samkomum og øðrum sjálvbodnum felagskapum undan at rinda meirvirðisgjald av bygging. Tað varð gjørt, í staðin fyri at lata stuðul til byggingina, sum vanliga var 30 prosent. Lógin var í gildi til 1. januar í ár, men áhugin at nýta møguleikan í lógini, var nógv størri enn mett. Tí er ætlanin at leingja lógina í trý ár, sigur Jørgen NIclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum. Stóru andstøðuflokkarnir eru alt enn fegnir um, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur sent uppskotið um uppsparing til eftirløn til hoyringar, uttan at øll hini lógaruppskotini í pensjónsnýskipanini samstundis verða send til hoyringar. Tað var eftir ein fund í politiska fylgibólkinum týsdagin, at Jørgen Niclasen avgjørdi at senda uppskotið um uppsparingarlógina til hoyringar, áðrenn tað fer í løgtingið. Og uppskotið fer í tingið, hóast andstøðan er í móti bara at leggja hetta eina uppskotið fyri tingið og ikki allar eftirlønarlógirnar í einum. Endamálið við lógini er at økja samansparingina til eftirløn, so tørvur ikki verður á fullari fólkapensjón. Sambært uppskotinum skulu allir føroyingar á arbeiðsmarknaðinum spara upp í 15 prosent av lønini saman til egna eftirløn. Samansparingin verður sett í verk í stigum. Byrjað verður við einum prosenti í 2014, og síðani hækkar inngjaldið eitt prosentstig um árið, so tað verður 15 prosent í 2028. Hoyr samrøðu við Rigmor Dam, sum sjálv onnur umboðar Javnaðarflokkin í fylgibólkinum Tað ber ikki til hjá privatum at kappast við monopolið SEV. Tað er niðurstøðan hjá teimum í smápartafelagnum Vindrøkt, sum tapti útbjóðingina um 13 vindmyllur í Húsahaga. Men tey hava ikki givin skarvin yvir. Tað ber til at kæra avgerðina hjá Jarðfeingi til Vinnukærunevndina. Og tað ber til eisini til at tosa við kommunurnar, sum eiga SEV, sigur Jóhan í Niðristovu, stjóri í Vindrøkt. Eisini føroyska arkitekturárið verður viðgjørt. Vit vitja Boðanesheimið, Heimið á Grønanesi í Vestmanna, nýggju vegagerðina og bátahylin í Leirvík, eins og vit umrøða útbyggingina av skúlanum hjá Dugna við Áir, útbyggingina hjá Varðin Pelagic á Tvøroyri, Saltsiloverkætlanina, og Marknagilsdepilin út frá arkitektoniska sjónarhorninum. Havnamaðurin Njál Djurhuus, sum í eitt mannaminni hevur starvast hjá Frelsunarherinum í Oslo, hevur alt lívið havt ein óloystan spurning. Hann visti ikki, hvør pápi sín var. Heima var ikki dámt at tala um spurningin, men sum hann kom upp í árini, helt Njál, at hann skuldi gera eina roynd sjálvur at fáa spurningin svaraðan. Hann kom fram á eina mynd av einum ókendum manni í einum albummi. Henda mynd gjørdi sítt til, at Njál fekk spurningin svaraðan. Í dag hoyra vit Biritu Lamhauge Jóansdóttir, forkvinnu í Barnabata greiða frá Eg.fo. Rógvi Thomsen sigur okkum eitt sindur um trivnarðarkanning, sum er gjørd í føroyska fólkaskúlanum, og so hoyra vit um happing, sum jú, er ein partur av harðskapi. Bjørghild Djurhuus, heilsufrøðingur sigur frá tí at trívast, og børn siga sína hugsan um harðskap Steve Howell sum starvast á NASA Ames Research Center, greðir í sendingini frá hvussu stjørnukikarin Kepler virkar og hvussu tey finna fremmandar gongustjørnur, fleiri hundrað til túsund ljósár, úti í rúmdini. Jólatrøðini eru full í skordýrum , tað sigur Jens Kjeld Jensen, sum í ár hevur fingið fleiri skordýr sendandi, sum fólk hava funnið skríðandi á jólatrønum. Talan er um ormverur og tekur, sum fólk hava fanga og sent til Jens Kjeld Jensen. Frá tí minsta til tað størsta, eru eini 10.000 skordýr á einum jólatræðið sigur Jens Kjeld Jensen Hava einstakir munkar búð í holum, aðrenn víkingarnir komu til Føroya Tað setur fornminnisfrøðingurin Eyðun Andreassen spurnartekin við. Hann heldur at hetta er tann reini heilaspuni. Og kann ein brúka ymiskan fugl, til óbeinleiðis at skilja broytingar í havumhvørvinum, bæði tá ræður um vistfrøði og dálking. Hetta er ein spurningur sum fuglafrøðingurin Sjúður Hammer hevur sett sær fyri at kanna. Hesi evnini verða umrødd í sendingini, sum tú kanst hoyra her Kollveltandi læringaramboð ella framkomin leika Teldlar, eitt nú Ipaddar, hava gjørt sína innrás í skúlastovur í fólkaskúlanum kring landið. Tórshavnar kommuna hevur gjørt íløgu fyri eina hálva millión krónur í 160 teldlar til næmingar í 1., 5. og 6. flokki í Kommunuskúlanum. Men fremja teldlar yvirhøvur læringina hjá børnunum Teldlarnir byggja brúgv millum millum klassisku frálæruna og tann modernaða gerandisdagin hjá børnunum, halda ein lærari og KT serfrøðingur, men teir eru eisini ein avbjóðing. Eva Lauritsen, sum hevur verið í starvsvenjing í Kringvarpinum seinastu dagarnar, hevur hugt nærri at nýggja rákinum við teldlum innan skúlagátt, og hevur gjørt eina reportasju. Hoyr hana her. Í sendingini greiðir Benjamin millum annað frá síni yrkisleið sum tónleikari, um sáttmálan við plátufelagið Popup Records og komandi konsertferðina í Týsklandi. Hjá teimum, sum starvast í oljuvinnuni, er Algeria eitt sera vandamikið land at arbeiða í. Tað sigur Ben Arabo, stjóri í Atlantic Petroleum, sum ferðaðist nógv í Algeria, tá hann starvaðist fyri Amerada Hess. Misjøvn tíðindi ganga framvegis um gíslaránið á einum gassverki í Algeria. M.a. er framvegis óvist, hvat er vorðið av átta norðmonnum, sum norðmonnum, sum arbeiddu á verkinum, eftir at algerskir hermenn lupu á gassverkið. Í Algeria sigur ein trygdarkelda, at 30 gíslar hava latið lív. 15 eru eyðmerktir. Talan er um 8 algerar, tveir bretar, tveir japanar og ein fraklending. Avtalan hjá stýrinum fyri Trygdargrunnin um at geva fráfarna stjóranum í ALS 15.000 krónur í løn um mánaðin, er rættiliga óvanlig innan tað almenna. Tað er verri enn so altíð, at almennir stjórar fáa eyka samsýning fyri at yvirtaka aðrar stovnar. Samsýningin frá Trygdargrunninum til fyrrverandi ALS stjóran hevði ikki verið góðtikin innan tað almenna, sigur stjórin á Lønardeildini, Snorri Fjalsbak. Týsdagin varð álit um samsýning og eftirløn hjá løgmanni og landsstýrismonnum lagt fram. Eitt álit, sum leggur upp til, at hægstu politikarar í landinum fáa eina munandi lønarhækking og harafturat ein ráðharrabil. Hetta kjakast Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, og Kristina Háfoss, løgtingskvinna, um í Morguntinginum. Longi hevur Rakul Dalsgaard havt ein, eftir hennara tykki, ov beran vegg á wc inum. Men ein plakat við teknaðum naknum rumpum á gav Rakul Dalsgaard íblástur til nýtt tapet á veggin. Tí hevur hon nú sent 200 fyrispurningar út til ymsar kvinnur, um tær eru sinnaðar at taka eina mynd av teirra naknu rumpum og lata Rakul tær til eina stóra plakat, sum skal nýtast sum tapet á hesum eina vegginum. Um onkur hevur hug at lata Rakul eina mynd av sínari rumpu, ber til at senda henni myndina. Hans Andrias Jacobsen er 22 ára gamal og júst kosin ársins frambrot 2012. Hann spælir við bólkinum Grandma s Basement úr Klaksvík, men hevur eisini sungið og framført einsamallur. Í morgunsendingini hesaferð framførdi hann tvey løg. Tað fyrra hevur onki heiti, meðan tað seinna eitur Morgunstund. Hoyrið tónleikin hjá honum og samrøðu við Hans Andrias her. Um sjey tíðina í gjárkvøldið settist Livar Nysted við árarnar í bátinum Avalon at rógva teinin úr Kanariuoyggjunum, tvørtur um Atlantshav til Barbados. AElig tlanin er at seta nýtt heimsmet á teininum, sum er 5.000 kilometrar. Ferðin skuldi byrja fyrst í mánaðinum, men trupulleikar gjørdu, at hon varð útsett. Átta mans eru við serbygda árabátinum, ið er 45 føtur. Hoyr samrøðu við Livar Nysted úr Puerto de Mogan á Kanariuoyggjunum, áðrenn lagt varð frá landi í gjárkvøldið. Evnið hesa vikuna er Børn og harðskapur. Í dag spyrja vit Katrinu Lindenskov Holm, sum er sálarfrøðingur, hvussu tað kennist at uppliva harðskap Luftin yvir Føroyum skal nú kannast. Hóast eftirlit er við luftgóðskuni í øllum Norðurlondum, er enn onki tílíkt eftirlit í Føroyum, og tí fer Umhvørvisstovan nú undir eina tilgongd at kanna, hvussu eitt hóskandi eftirlit kann setast í verk. Hoyr samrøðu við Mariu Dam, leiðara á granskingardeplinum á Umhvørvisstovuni, í útvarpstíðindunum. Meiri verður at frætta í sendingini Góðan morgun, Føroyar í morginári. Hon byrjaði sum flakagentan, ið vaskaði bakkar eftir arbeiðstíð í feriunum. Framvegis tekur hon eina hond í, tá á stendur at fáa arbeiðsmegi til flakalinjurnar. Í innslagnum vitja vit Sandoy Seafood saman við Fríðhild Winther. Hon greiðir frá royndum og hugleiðir á lættan hátt, umframt at prátað verður við Torgerð Joensen, ið er køksleiðari. Millum 6.000 og 7.000 jólatrø koma til Føroya á hvørjum ári, og tey eru full av skordýrum. Jens Kjeld Jensen, náttúrufrøðingur, hevur fingið skordýr sendandi, sum fólk hava funnið á jólatrøunum. Hann er ikki fegin um skordýrini, tí tey kunnu skaða føroysku vistskipanina. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum, og meiri verður at frætta í sendingini Vitan, sum kemur klokkan 17.05. Vinnumøguleikarnir í Grønlandi eru sera áhugaverdir hjá føroysku vinnulívi, og arbeitt verður við at gera ein vinnutúr til Grønlands fyri føroyskar vinnufyritøkur í vár. Tað sigur Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, í sambandi við, at Edmund Joensen, fólkatingsmaður, eftirlýsir føroyskan áhuga fyri blómandi vinnumøguleikunum í Grønlandi. Fyri fyrstu ferð í meira enn tíggju ár var sømdargáva landsins latin, tá mentanarvirðislønin, heiðursgávan og virðislønin til ungt listarfólk frá landinum vórðu latnar týskvøldið. Formaðurin í LISA heldur, at upphæddirnar í sømdargávunum kundu verið munandi hægri, men hann leggur dent á, at talan er um viðurkenning frá tjóðini til nøkur av okkara mætastu listafólkum. Sømdargáva landsins er 20.000 skattafríar krónur einaferð um árið restina av lívinum. Hesaferð fingu trý fólk hendan heiður, og tey eru Ebba Hentze, Hanus G. Johansen og Guðrið Poulsen. Morgunsendingin umrøddi sømdargávurnar, og hvønn týdning tær hava fyri listafólk, tá Ólavur Jakobsen, formaður í LISA, sum er Listafólkasamband Føroya, vitjaði sendingina. Hoyrið innslagið her. SEV hevur søkt um at fáa loyvið at brúka áir og vøtn longt í 50 ár. Kunngerðin, sum loyvir elfelagnum at brúka áir og vøtn til orkuverk, fer úr gildi seinni í ár. SEV hevur biðið um, at loyvið verður galdandi fyri fleiri oyggjar enn tær fýra, sum standa í loyvinum frá 1963. SEV gevur øðrum loyvi at brúka áirnar, bara streymurin ikki skal á netið hjá SEV. Men SEV hevur ein fyrispurning um eitt vatnorkuverk, sum skal selja SEV streym, sigur stjórin í SEV, Hákun Djurhuus. Fráfarni stjórin í Arbeiðsloysisskipanini, Ernst Jacobsen, fekk 15.000 krónur um mánaðin frá juni 2011 til 31. januar í ár fyri at hava umsitið Trygdargrunn Fiskivinnunar. Hann fær einki eftir 1. februar. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, ið tilnevnir formann og stýri fyri Trygdargrunnin, sigur seg hava fullt álit á stýrinum, har Alfred Petersen er formaður. Alfred Petersen varð annars koyrdur frá sum formaður í stýrinum fyri ALS, í kjalarvørrinum av málinum um fráfaringaravtaluna við Ernst Jacobsen. Í longri tíð bar ikki til at borðreiða við føroyskum seyðakjøti á føroyskum matstovum, men tað er nú loyst. Verri er við føroyskum kálva og neytakjøti. Trupult er eisini at borðreiða við øðrum føroyskum mati, til dømis kræklingi. Vit skifta orð um, hvør trupulleikin er, og hvat kann gerast fyri at loysa trupulleikan. Hósdagin ella fríggjadagin verður avgjørt, hvør sleppur at seta mongu myllurnar upp í Húsahaga í Havn. Tvey feløg bjóða seg fram, SEV og Vindrøkt. Fær SEV hesa uppgávuna, so kann P F Røkt í Vestmanna tað sama pakka saman, sigur stjórin í felagnum, Jóhan í Niðristovu. Og so eru vit aftur í einari monopolstøðu. Hoyr meira í SJÓNARHORNINUM Hóast toskaprísurin er komin undir trýst í Noregi, so merkist tað ikki enn í Føroyum. Tað sigur Jens Christian Olsen, stjóri á Fiskamarknaði Føroya. Útboðið í Evropa er stórt, og tí kann prísurin falla, men fiskiskapurin við Føroyar er nógv minkaður, og tað kann draga rætta vegin, sigur hann. Hann hevur runnið í 20 ár, og seinastu árini er renningin vorðin ein týðandi partur at lívinum. Men hví tímur hann og nógv við honum , at renna áleið 50 km. um vikuna Hvat gevu renningin kropsliga og sálarliga Niels Poulsen kemur framvið at greiða frá, og geva góð ráð. Okkara Fit tu kvinnur skulu eisini vigastr. Kappingin er komin at einum enda, og vinnarin av eini ferð fyri fýra til Danmarkar skal finnast. Hvør teirra er lætnað mest seinastu 4 mánaðirnar Hvør teirra er lætnað næstan 25 kilo, og hvør hevur tikið uppá síðani seinastu viging Ein lastbilur er vorðin ein kíli í vegaføringini gjøgnum Leirvík til Norðoyatunnilin. Í vikuni visti Norðlýsið at siga, at Rasmus Hansen í Leirvík er so ónøgdur um, at Landsverk hevur ognartikið ein part av hansara grundstykki til rundkoyringina, at hann hevur kært Landsverk til Vinnukærunevndina. Og til ein avgerð fellur í málinum, hevur hann sett sær fyri at blokera ein av útkoyringarvegunum við sínum lastbili. Rasmus Hansen sigur, at hann fingið boðið 89 krónur fyri fermeturin fyri eitt ognartikið stykki, sum er áleið 30 fermetrar. Til samanberingar kann nevnast, at Eysturkommuna selur grundstykki fyri 350 krónurfermeturin. Tað eydnaðist ikki Útvarpinum at fáa orðið á stjóran í Landsverk, Ewald Kjølbro. Men við Norðlýsið sigur hann, at Landsverk fyribils onki ger við málið, fyrr enn ein avgerð er komin frá Vinnukærunevndini. Hoyr samrøðu við Rasmus Hansen í Leirvík í útvarpstíðindunum. Heilsufrøðingar vilja fegnir kanna skúlabørn, men pengar mugu fylgja við, sigur stjórin í Gigni, Bjarta Vilhelm. AElig tlanin er at broyta lógina, tí sera fá taka av tilboðnum um skúlabarnakanningar hjá kommunulækna. Eftirútbúgvingin kostar 10.000 krónur fyri hvønn heilsufrøðing, tá heilsufrøðingarnir fara av landinum at taka eftirútbúgvingina. Men tað ber til at hava hana í Føroyum, sigur Bjarta Vilhelm. Tað hevur eisini avgerandi týdning fyri fráboðanarskylduna, at virksemið hjá heilsufrøðingum verður styrkt, sigur hon. Jarðfeingi fer í hesi vikuni at gera av, um SEV ella Vindrøkt sleppur at seta upp vindmyllur í Húsahaga, sum skulu framleiða 11,7 MW av vindorkumátti til elkervið hjá SEV. Tá tilboðini vórðu latin upp fyri jól, bjóðaði Vindrøkt 37,5 oyru kWh, og SEV í samstarvi við Magn 31,6 oyru kWh. AElig tlanin hjá Jarðfeingi var, at avgerð skuldi takast í málinum í dag, men tað verður helst ikki fyrr enn í morgin ella fríggjadagin. Stjórin í Vindrøkt, Jóhan í Niðristovu, sigur, at henda útbjóðingin er av stórum týdningi fyri felagið, og vinna teir ikki kappingina, verður trupult at kappast við SEV á vindorkuøkinum. Niels Uni Dam gjørdist kendur í 90 unum sum sangskrivari og rappari í bólkinum MC Hár. Í dag arbeiðir hann fulla tíð innan samskiftisøkið, hevur sín egna blogg, og honum dámar sera væl at luttaka í almenna kjakinum. 45 føroysk børn vóru fyri kynsligum, sálarligum og likamligum harðskapi í 2011, sambært tølum hjá Barnaverndarstovu Føroya. Men hetta er talið stavar frá samlaðu fráboðanunum, ið stovnurin fekk hetta árið, og leiðarin á Barnaverndarstovuni, Oddbjørg Balle, væntar, at veruliga talið á harðskapsraktum børnum er hægri, tí tað eru ikki øll, sum boða frá. Og kanningar í grannalondunum vísa munandi hægri tøl fyri harðskapi móti børnum. Oddbjørg Balle var gestur í morgunsendingini í sambandi við rundferðina Sig frá, sum er liður í heildarætlanini um harðskap í parløgum og nærsambondum. Hoyrið innslagið her. Fyrrverandi løgtingsformaðurin, Jógvan Ingvard Olsen, sigur frá kirkjusøgu og aðrari søgu. Tað sigst, at kona V.U. Hammershaimb teknaði prestagarðin, men onkur heldur, at tað hevur hon í hvussu so er ikki gjørt einsamøll. Jógvan I. Olsen sigur eisini stuttligar søgur um persónar. Kirkjusøgan á Nesi byrjar líkasum við Heina Havreka, sum kom á Nes at boða Guds orð í 1541. Men Jógvan I. Olsen heldur, at sumt er, sum bendir á, at kirkjusøgan á Nesi eisini er katólsk. Íslendingar vilja verja sín egna marknað fyri lodnu í Japan. Tað er serliga eftir hálvan februar, tá rogn er í lodnuni. Tí ber framvegis ikki til hjá føroysku lodnuskipunum at selja fiskin, sum tey vilja. Hóast togast hevur verið um spurningin í fleiri ár, avgjørdi landsstýrið aftur í ár at gera fiskirættindasáttmála við Ísland, sum er á sama stigi sum í fjør, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Søgan um Eirik Reyða sigur frá tilburðum, sum fóru fram um tað mundið, tá kristindómurin var lógfestur á Íslandi serstakliga frá siglingum til Grønlands og Vínlands í Norður Amerika. Alt bendir á, at kristin maður hevur skrivað. Søgan um Eirik Reyða er ikki longur til í tí skapi, sum hon upprunaliga var skrivað, men í Flatoyarbók er Eirikssøga endurgivin stutt. Har er eisini eitt uppískoyti, sum verður nevnt Grønlendingatáttur, sum kanska er minni álítandi. Á fíggjarlógini í ár eru inntøkurnar frá ferðaavgjaldinum minkaðar, og tað merkir, at ferðaavgjaldið kann lækka 25 krónur. Men tað verður hildið at vera ov lítið, og tí mæla tey, sum virka í ferðavinnuni, til tiltøk, sum gera størri mun. Eitt tilmæli snýr seg um at strika ferðaavgjaldið um veturin. Í løtuni er ferðaavgjaldið 120 krónur. Hoyr samrøðu við Jørgen Niclasen, landsstýrismann, í útvarpstíðindunum. Virðislønirnar vórðu fyrr í kvøld handaðar á samkomu í Spaniastovu í Klaksvík. Hoyr handanina, ið eisini varð send beinleiðis í útvarpinum, her. Skal ungdómurin vera virkin í samfelagnum og taka virknan lut í fólkaræðinum er neyðugt, at lærugreinin samfelagsfrøði gerst sjálvstøðug lærugrein í framhaldsdeildini í fólkaskúlanum. Tað heldur Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna, sum fyri Javnaðarflokkin hevur lagt uppskot fyri løgtingið um at fáa samfelagsfrøði sum kravda lærugrein frá 9. flokki í framhaldsdeildini. Lærarafelagið óttast, at lærugreinin søga og samtíð verður niðurraðfest. Lógaruppskotið hevur verið til fyrstu viðgerð í løgtinginum. Hósdagin fer mentanarnevndin at viðgera uppskotið og væntandi at skriva álit, áðrenn uppskotið kemur aftur í tingið. Nógvir borgarar hava tikið undir áheitanini úr Vinnumálaráðnum um at fáa fólkavøkstur í Føroyum. Tað sigur Erika Hayfield, forkvinna í arbeiðsbólkinum, sum arbeiðir við ítøkiligum uppskotum um fólkavøkstur. Tá Erika Hayfield varð biðin um at standa á odda fyri arbeiðsbólkinum, vildi hon hava ein lítlan bólk, sum kundi arbeiða skjótt. Fyri at fáa so nógv uppskot sum til ber at arbeiða við, hava tey heitt á borgaran um hjálp. Tí er gjørd ein undirsíða á heimasíðuni hjá Vinnumálaráðnum, har fólk kunnu koma við síni hugsan, Hon sæst her 1. apríl fer arbeiðsbólkurin at handa landsstýrinum eina heildarætlan við ítøkiligum uppskotum um, hvussu fólkavøkstur verður í Føroyum Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, hevur einki álit á, at tað fer at koma leigaranum til góðar, um bygging av leiguíbúðum verður MVG frí. Pengarnir fara í lumman hjá byggiharranum, heldur formaðurin í Javnaðarflokkinum. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, sigur, at uppskotið, sum hann arbeiðir við, fer at gera bústaðarmøguleikarnar størri, og gera tað bíligari hjá leigaranum. Aksel V. Johannesen vísir á, at talan er um útboð og eftirspurning, og hetta uppskotið broytir einki, sigur hann Faroe Origin, sum eigur ísfiskatrolararnar Rók og Lerk, hevur lagt skipini, tí raksturin fæst ikki at bera seg. Manningarnar, 22 mans, eru sagdar upp, og í løtuni hevur reiðaríið einki at bjóða teimum. Anfinn Olsen, reíðari, sigur, at Rókur og Lerkur verða nú lýstir til sølu. Hoyr samrøðu í útvarpstíðindunum. Løgmaður fær 200.000 krónur meiri í løn um árið, og landsstýrisfólkini fáa áleið 170.000 krónur meir í løn um árið, um eitt nýtt álit um samsýning og eftirløn landsstýrismanna verður sett í verk. Landsstýrisfólkini skulu eisini hava frían bil. Men so missa landsstýrisfólkini ymsar skattafríar veitingar, og eftirlønin verður sum hjá øðrum í samfelagnum. Spurningurin ljóðar Familjan eru flutt til Føroyar at búgva. Tey hava verið í útlondunum í lestrarørindum. Tey hava eina dóttir, sum er um 3 ár, og skal á ansingarstovn. Mamman er eitt sindur í iva um, hvussu verður tikið móti einum barni, sum ikki heilt kennir seg heima millum javnaldrarnar, tí tað kunnu koma málsligir trupuleikar millum børnini. Eru pedagogarnir meira ansnir við tílíkum børnum Verður fylgt meira við teimum, so tey ikki kenna seg einsamallan og so víðari. Beinta Dalbø, pedagogur, svarar Annar táttur í arbeiðinum hjá Kris er fyribirging og upplýsing, tó, hetta innslag leggur mest dent á hjálp, sjálvhjálp, og viðgerð. Sjálvhjálparbólkar eru ein týðandi táttur í virkseminum hjá KRIS. Felagsskapurin KRIS fekk í fjør játtanina, sum á hvørjum árið verður veitt at stuðla vaksnum fólkum, sum á einhvørjan hátt hava verið fyri kynsligum harðskapi ella ágangi. Tann upphæddin er 400.000 krónur, sum søkjast skal um av nýggjum á hvørjum ári. Harafturat fekk KRIS í fjør 100.000 krónur á fíggjarlógini, men kortini røkkur hetta ikki langt. Tað mesta av virkseminum hjá KRIS verður gjørt sjálvboðið. Tó fær eitt starvsfólk eitt sindur í løn, og restin fer til felagshøli, ferðing kring landið, og aðrar fastar útreiðslur. Vit hitta Irenu Eysturdal, Beintu M. Pedersen, og Gvøðbjørg West, sum allar eru virknar í KRIS. Ein teirra er dagligur leiðari, hinar báðar hjálpa til, umframt at hava kent á egnum kroppi, hvat kynsligur ágangur er fyri nakað. Allar tríggjar hugsa stórt, tí tað er so alneyðugt. Tær siga, at málið um kynsligan ágang er so nógv størri og rakar nógv breiðari, enn almenningurin gevur sær fær um. Tørvurin á einum viðgerðarheimi er stórur. Komandi fríggjakvøld verður ein øðrvísi konsert í Dómkirkjuni í Havn, tá dómadagsmálmbólkurin, Hamferð, fer at hava konsert í kirkjuni. Til konsertina verða nakrar serstakar gestaupptraðkanir. Mattias Kapnas kemur at spæla uppá kirkjuorglið, og Tórshavnar Manskór fer eisini at vera ein partur av konsertini. Konsertin í Havnar Kirkju verður einasta konsertin hjá Hamferð í Føroyum í vetur og er samstundis fyrstu ferð, at Hamferð trínur á pall í Føroyum, síðan bólkurin vann altjóða tónleikakappingina Wacken Metal Battle 2012. Theodor Kapnas, tónleikari, og Uni Næs, dómpróstur, vóru gestir í morgunsendingini í morgun. Hoyrið innslagið her. Evnið hesa vikuna er Børn og harðskapur . Katrin á Neystabø, sum arbeiðir í Amnesty International, greiðir frá barnarættindum. Mariann Reinert, sum arbeiðir í SSP greiðir frá, hvussu tey arbeiða við harðskapi í skúlum. Tá landið strikar meirvirðisgjaldið á leiguíbúðum, verða íbúðirnar bíligari at byggja, og tað skal koma leigarunum til góðar. Tað sigur Andras Róin, stjóri í Bústøðum, fyrrverandi Húsalánsgrunninum, nú landsstýrið arbeiðir við eini ætlan um, at meirvirðisgjald ikki skal rindast, tá leiguíbúðir verða bygdar. Í staðin fáa slíkar íbúðir ongan rentufrádrátt. Meirvirðisgjaldið munar nógv, tá bygt verður, og skal tað ikki gjaldast, so má tað merkjast, sigur Andras Róin. Eyðfinnur Jacobsen, advokatur, er nýggjur formaður í ALS stýrinum eftir Alfred Petersen, sum varð koyrdur frá fríggjadagin, í kjalarvørrinum av málinum um fráfaringaravtaluna við Ernst Jacobsen, fyrrverandi stjóra í ALS. Nýggi stýrisformaðurin fer at royna at endurreisa álitið á ALS skipanina. Útlendingar sýna sólarmyrkingini í Føroyum 20. mars í 2015 stóran áhuga. Ferðavinnan brynjar seg til at taka ímóti gestum, tí full sólarmyrking er nakað heilt serligt fyri mong. Við longum millumbilum hava vit havt okkurt slag av sólarmyrking, men tað eru nærum 58 ár síðan, at full sólarmyrking var í Føroyum seinast og hesum greiða tveir menn frá. Teir eru Finnur Johansen í Havn og Regin Jóanesarson í Vestmanna. Heri Joensen greiðir frá og velur tónleikin í sendingini. Práta verður millum annað um tíðina við Týr, nýggja plátusáttmálan og framtíðarætlanir hjá bólkinum. Seinasta mikudag hittust ymisk fólk á Hotel Hafnia í Havn til eitt tiltak, har uppgávan var at máta pulsin av samfelagnum í dag. At vera á sokallaðum lurtivarðhaldi ella lyttepost, sum tað eitur á donskum. Hetta er eitt tiltak, sum eisini verður gjørt í øðrum londum, og yvirskriftin var Føroyar og heimurin í byrjanini av 2013. Tað ein bólkur, ið eitur NOV, sum stendur fyri Netsamstarv fyri Organistatiónssálafrøði í Verki, ið skipar fyri tiltakinum, sum hevur verið á hvørjum ári síðani í 2008. Formaður í hesum netsamstarvinum er Niels Christian Nolsøe. Í framtíðini skal meirvirðisgjald ikki rindast í landskassan, tá leiguíbúðir verða bygdar. Men afturfyri fæst eingin rentufrádráttur fyri leiguíbúðir. Tað verður gjørt fyri at økja um útboðið av bústaðarmøguleikunum, og fyri at skapa arbeiði. Áhugi er um alt landið fyri at byggja slíkar íbúðir, sigur Jørgi Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum. Málið fer nú til hoyringar í samgonguflokkunum, og hann væntar, at tað kann verða avgreitt i løgtinginum fyri páskir. Nærum øll gistingarhús í Føroyum eru fyri langari tíð síðani bíløgd til nakrar dagar í mars mánaði í 2015. Tá verður full sólarmyrking yvir Føroyum, og áhugin uttanlands fyri at vera í Føroyum til hetta serstaka fyribrigdið er serstakliga stórur. Í Ferðaráði Føroya hava tey vitað um hetta í eina rúma tíð, og sum skilst, verður eitt nú arbeitt við møguleikanum fyri privatari gisting. Súsanna Sørensen, ráðgevi í Ferðaráðnum, var gestur í morgunsendingini í morgun. Hoyrið innslagið her. Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, varð kunnaður um, at stýrið fyri ALS var komið ásamt við stjóran um at gera eina fráfaringaravtalu dagin fyri, at stýrið almannakunngjørdi, at stjórin hevði sagt seg úr starvi. Ingeborg Vinter, stýrislimur í ALS, hevur sagt, at Johan Dahl kundi havt gjørt vart við seg fyrr, um hann var ónøgdur við fráfaringaravtaluna, ið stýrið hevði gjørt við Ernst Jacobsen. Men Johan Dahl visti ikki, hvussu nógv Ernst Jacobsen skuldi hava afturfyri at siga seg úr starvi. Hesa vikuna varpa vit ljós á børn og harðskap. Í dag hoyra vit um verkætlanina Sig frá . Vit hoyra um ymisk sløg av harðskapi og um hvat vit skulu gera, tá ið vit eru útfyri harðskapi. Elin Winther Poulsen samskipari greiðir frá og Jónhard Klettheyggj greiðir frá fráboðanarskylduni. Hugsast kann, at hugburðurin er fjølmiðlaskaptur, tí nógv fólk halda, at tað bert eru menn, sum gera seg inn á børn kynsliga. Tað er ikki satt. Barnagarðar og vøggustovur í Danmark hava sett ymsar innanhýsis mannagongdir í verk, fyri at verja starvsfólkini. Í fyrradagin tosaðu Maud Wang Hansen og Allan Mørkøre um hesa støðu, sum eisini er ein veruleiki í Føroyum, tó tað ikki er eins væl skipað og i Danmark. Millum annað segði Allan Mørkøre, at tá hann arbeiddi á dagstovni, royndi hann at gera alt so gjøgnumskygt sum gjørligt, so ongin fór at illgita seg. Og pedagogfelagsforkvinnan, Maud Wang Hansen, helt hetta misálit á hvønn annan vera ræðandi. KRIS ráðgevir og stuðlar fólki yvir átjan ár, sum hava verið fyri kynsligum ágangi og tað verður gjørt við ráðgeving, viðtalum, og við sjálvbólkarbólkum. Vit hitta Gvøðbjørg West, sum er dagligur leiðari og viðgeri í KRIS, og Beintu M. Pedersen, ið eisini er virkin í felagsskapinum, sum hon bleiv partur av, eftir sjálv at hava verið fyri kynsligum ágangi. Nú er aftur neyðugt at biðja um eykajáttan til at kanna Eik grunnin. Johan Dahl, landsstýrismaður, sum varðar av Skrásetingini, sigur, at hann fer at biðja um pengarnar sum skulu til fyri at gera granskingina lidna, tí nú er arbeiðið byrjað. Nýggjársaftan lat Kringvarp Føroya eini privatari fyritøku útgerð og sendinet ókeypis til at gera eina sending, sum fyrtøkan fekk egnan vinning burturúr. Ein sera ivasom mannagongd halda viðmerkjarar, meðan stjórin í Kringvarpinum vísir á, at hetta var ein royndarverkætlan. Í kjakinum hoyra vit Øssur Winthereig, viðmerkjara, Árna Gregersen og Eirik Lindenskov, ábyrgdarblaðstjórar og stjóran í Kringvarpinum Dia Midjord. Wintherheiðurslønin kallast ein nýggj heiðursløn, sum verður latin fyri besta journalistiska dekning í 2012 á tiltaki hjá Føroyskum Miðlafólkum seinni hendan mánaðin . Hvør var Niels Winther og hví hevur tað týdning at lata eina slíka virðisløn Tað greiða Georg L Petersen og Halgir W. Poulsen frá . Og hvussu ætlar nýggi tíðindaleiðarin í Miðlahúsinum, Jón Brian Hvitfeldt, at geva Sosialinum, Portalinum, Vikublaðinum og Rás2 ein hvassari journalistiskan brodd Lurta eftir sendingini her. Men sum skilst gjørdu serligar umstøður, at hann fekk 14 mánaðir. Ósemja millum stjóran og stýrið gjørdu, at stjórin segði upp. Hoyr innslagið her. Í sendingini varð millum annað tosa um nýggju EP fløguna, The First Four , um samstarvið millum Guðruna Sólju og Mariu Guttesen, um sangskriving, sangfrálæru og tónleik yvirhøvur. Tað var stýrið fyri ALS, sum vildi hava Ernst Jacobsen frá sum stjóra fyri Arbeiðsloysisskipanina. Talan var um samstarvstrupulleikar, og tí vildi stýrið hava stjóran frá. Tað sigur Kartni Ravnsfjalo, limur í stýrinum fyri ALS. Hann var millum teir seks nevndarlimirnar í stýrinum fyri ALS, sum skrivaðu undir fráfaringaravtaluna, sum gav Ernst Jacobsen løn í 14 mánaðar umframt aðrar ágóðar. Fleiri eru í øðini um hesa avtalu, sum stýrið gjørdi við fráfarandi stjóran, og Kartni Ravnssfjall sigur nú, at hann angrar, at hann skrivaði undir. Hoyr samrøðu við Kartni Ravnsfall her. Elinborg Pálsdóttir gjørdi sín fyrsta sang, tá hon var einans 10 ára gomul. Sangir hennara eru í stóran mun skrivaðir um egnar upplivingar og kenlsur. Søgan um Eirik Reyða sigur frá tilburðum, sum fóru fram um tað mundið, tá kristindómurin var lógfestur á Íslandi serstakliga frá siglingum til Grønlands og Vínlands í Norður Amerika. Alt bendir á, at kristin maður hevur skrivað. Søgan um Eirik Reyða er ikki longur til í tí skapi, sum hon upprunaliga var skrivað, men í Flatoyarbók er Eirikssøga endurgivin stutt. Har er eisini eitt uppískoyti, sum verður nevnt Grønlendingatáttur, sum kanska er minni álítandi. Fráfaringaravtalan hjá ALS stjóranum elvir til undran langt inn í løgtingið. Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur fingið grein 52 fyrispurningar frá tveimum tingfólkum, sum undrast og spyrja. Sirið Stenberg úr Tjóðveldi spyr, um landsstýrismaðurin kann vátta, at fráfarandi stjórin fær løn í 14 mánaðir, og um landsstýrismaðurin heldur tað vera í lagi. Henrik Old úr Javnaðarflokkinum er meira beinleiðis og spyr, um landsstýrismaðurin ætlar at skifta formann fyri ALS stýrið beinanvegin, og um landsstýrismaðurin hevur møguleika at ógilda avtaluna. Sjálvur kallar landsstýrismaðurin fráfaringaravtaluna hjá Ernst Jacobsen, fyrrverandi stjóra fyri ALS fyri lukrativa. Eini 25 30 fakfeløg eru kallað til fund seinnapartin. Tað er umboðið fyri almennu fakfeløgini í ALS stýrinum, Kartni Ravsfjall, sum hevur kallað inn til fundin. Starvsmannafelagið, sum er eitt av størstu fakfeløgunum á almenna arbeiðsmarknaðinum, hevur sett stórt spurnartekn við fráfaringaravtaluna hjá fyrrverandi ALS stjóranum. Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum, undrast. Havnar Arbeiðsmannafelag er hart ímóti fráfaringaravtaluni, sum ALS stýrið hevur gjørt við fráfarandi stjóran, Ernst Jacobsen. Hetta er nakað svínari og má halda uppat, sigur formaðurin, Hans Joensen. Børn í frískúlanum í Havn hava gjørt eina verkætlan um hav, og tá arbeiddu tey eisini við søgnini Kópakonan. Eisini hoyra vit upptøkur frá barnadansi í Norðurlandahúsinum Túrurin byrjar uttanfyri kirkjuna, og so verður farið innar, har Heini F. Petersen greiðir frá um Sandavágs kirkju, litir, lutir og rúnarstein. Eisini verður greitt frá um Steig og løgmenninar. Mánaðarlønin hjá ALS stjóranum er umleið 60.000 krónur. Formðaurin í ALS stýrinum, Alfred Petersen, heldur, at avtalan er rímilig. Joel Cole er úr Minnesota í USA, men er nú búsitandi í Føroyum. Hann heldur, at sjálv tilgongdin er meira spennandi enn endaliga úrslitið. Magni Mohr, sum er ítróttargranskari, fer í næstum at granska, hvørja ávirkan fótbóltsspæl og svimjing, hevur á blóðtrýstið, hjarta æðra skipanina, vøddar og beinvevnað hjá ótrenaðum kvinnum. 1. februar fer ein granskingarverkætlan undir heitinum, Svim ella spæl teg til betri heilsu í gongd. Magni Mohr, ítróttargranskari, og Annika Lindenskov, ítróttarráðgevi hjá ÍSF, vóru gestir í morgunsendingini. Hoyrið innslagið her. Suni Merkistein og Leivur Fredriksen halda, at trupult er at samanbera spælarar, sum vóru virknir í ymsum tíðarskeiðum, tí fótbóltsspælið er broytt so nógv. Magnus Norðberg svarar lurtara, og sigur sína hugsan um klænkikurin, ið er uppfunnin av franska læknanum Pierre Dukan, The Dukan Diet. Ein klænkikurur, ið fleiri og fleiri føroyingar royna. Tveir venjarar siga sína hugan um nýggjárslyfti. Eisini geva teir síni ráð til, hvussu vit kunnu fara fram, um vit fegin vilja eyðnast, við at halda hetta nýggjárslyfti meira enn bert nakrar fáar vikur í alt 2012. Vit spyrja nakrar føroyingar, um tey hava nakað nýggjárslyfti, hvat tað er, og so fara vit í køkin hjá Oddvør Skarðhamar at gera grønmetisdipp til ymiskt grønmeti. Í dag hoyra vit leikin um vísuna Harra Pætur og Elinborg . Børn í 5.flokki í Sands skúla hava lisið inn. Hanus Kamban skrivaði leikin. Eisini hoyra vit børn úr Venjingarskúlanum í Havn kvøða og syngja Í dag er trettandi, og í hesum sambandi fara vit at hoyra Eyðun Andreassen greiða frá søgnini, eisini fer Elin á Rógvi at lesa søgnina Kópakonan Á 80 ára føðingardegnum hjá Jens Paula, 12. noevmber í fjør, hevði dóttirin, Elin B. Heinesen, tikið stig til forvitnisliga kvøldsetu at varpa ljós á skaldskapin hjá pápanum. Á skránni var millum annað bókmentakjak. Við pallborðið sótu Martin Næs, Heðin M. Klein og Malan Marnersdóttir. Turið Sigurðardóttir stjórnaði pallborðinum. Útvarpið festi kvøldsetuna á band og sendir nú bókmentakjakið. Dagsins gestur er helst best kendur sum maðurin handan tónleikaverkætlanina Orka, og so hevur hann eisini framleitt fløgur fyri m.o. Hanus G. Johansen, Marius, Høgna Lisberg og Eivør. Um næmingur er rættuliga skúlatroyttur, og einki kemur burtur úr skúlagongdini, so ber til hjá næminginum at fáa frí eitt ár. Tó eru fleiri atlit, sum skulu takast, áðrenn hetta letur seg gera, sigur Anna Dalsgaard, lærari við morgunsendingina. Akstovan hevur fingið játtað pengar, og tí verður nú søkt eftir eftirlitsfólki, sum skal taka sær av sýningini. 11.000 akfør standa í bíðrøð eftir at sleppa til sýn. Tað ger mun, at vit hava fingið eitt eftirlitsfólk afturat, men vit fara ikki at klára øll 11.000 í hesum árinum, sigur Jákup Jacobsen, stjóri á Akstovuni. Tó mugu fólk við privatbilum framvegis brynja seg við toli, tí nógv vinnuakfør eru framvegis ikki sýnað, og tey verða raðfest ovast. Um bilurin hjá tær ikki sleppur fram at sýni fyribils, er tað framvegis tín ábyrgd, at bilurin riggar sum hann skal, sigur Brynhild Høgnadóttir, stjóri í Ferðslutrygd. Ferðastuðul verður veittur fyri ferðing, bæði á landi og sjóvegis, millum bústað og arbeiðsstað í Føroyum. Allir borgarar, sum lata umsóknarblaðið til ferðastuðul inn áðrenn 11. januar 2013, hava pengarnar á konto 11. februar 2013 Í nýggjárssendingini í Kringvarpinum segði ábyrgdarblaðstjórin á Dimmalætting, at vit hava rent okkum í tað, man kallar demokratiskt undirskot. Hann grundgevur tað við, at politiskar avgerðir verða tiknar í samgonguni, áðrenn tær eru viðgjørdar á tingi. Onki alment kjak er um stórmálini, tingfólkini luttaka ikki aktivt á tingfundinum og fta er bert eitt framsøgufólk hjá samgonguni til staðar og so andstøðan. Hoyrið kjakið her. Hetta ger, at tvey tey fyrstu gjøldini í ár koma ikki fyrr enn í mars. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, vil ikki hava skyldina fyri tað. Landsstýrið hevði kunnað avgreitt málið fyri nýggjár, sigur hann. Hoyr innslagið her. Fyri góðum mánaði síðani gav hann út fløguna Awake My Soul, And Sound Your Strings , og á Nýggjárskonsertini hjá Føroya Symfoniorkestri bergtók hann øll við sínum lætta og vakra guitarspæli. Í sendingini verða løg spæld av bæði fløguni og Nýggjárskonsertini, umframt tað, sum Ólavur valdi at hava við til Brunsj. Samrøða við Martin Joensen. Hann sigur frá, hvussu hann var loystur bæði frá rúsdrekka og tubakki. Hansara trúgv gjødist alsamt meiri livandi og í øllum sá hann, at nakað var til, sum var størri enn hann. Martin gjørdist illa sjúkur av krabbamein, sum nú er horvið, men í øllum sorg sum gleði fylgist Martin nú við Timburmanninum úr Nazaret. Í sendingini verður práta um tónleik, arbeiðið og familjulív. Kári Jacobsen velur sangirnar, og greiðir frá ymiskum viðurskiftum í lívi sínum. Bjørg Mortensen roykti sjálv, men gavst og kendi seg sera einsamalla í verðini. Henna reaksjón var at eta nógv. Hon sær seg sjálva sum roykfrían roykjara, ikki fyrreverandi roykjara. Hetta tí tað skal bara ein sigarett til, so er hon aftur í somu støðu sum fyrr. Bjørg Mortensen sigur, at avhengigheitir hava nógv við lágt sjálvsvirði at gera. Í innslagnum hoyra vit eisini Ólav Jøkladag, samskiftisráðgeva í Fólkaheilsuráðnum, sum í løtuni hevur eitt átak, har fólk verða stuðlaði til roykisteðg umvegis smsboð. Í 2013 bjóðar Fólkaheilsuráðið roykjarum at melda seg til ein nýggjan hátt at sleppa av við heilsuskaðiliga óvanan. Hetta fer fram soleiðis, at tú fært stimbrandi sms boð yvir fartelefonina, tá tú hevur gjørt av, at nú skal tað vera Tú meldar teg til nakrar dagar áðrenn stóra dagin og fært javnan stuttar, hjálpandi boðskapir, sum stuðla tær í at halda fast við tína avgerð. Hátturin hevur verið royndur uttanlands við góðum úrslitum. Tú kanst melda til á telefon nummar 1919 og skriva gevst , og tú fær sms boð yvir teir næstu tríggjar mánaðirnar. Sms boðini eru ókeypis. Seinastu tíggju árini hava nógv lagt av at roykja og Fólkaheilsuráðið vil hava talið enn longur niður. Sum liður í hesum átaki er ætlanin, at tey sum í dag eru 12 ár ikki fara at roykja. Í innslagnum er verður eisini tosað við Bjørg Mortensen, psykoterapeut og viðgera. Íslendska kvinnan Ann Bergljót Thorarensen ætlar saman við 16 øðrum fólkum at koyra úr Reykjavík til Cape Town í Suðurafrika. Tað verður gjørt umvegis Føroyar og Danmark við Norrønu. Tey kalla túrin Vikings Across Africa. Væntandi varir ferðin einar seks mánaðir og tey brynja seg at møta tí óvæntaða. Tey vænta at fáa nógvar forðingar og avbjóðingar. Ikki er ætlanin at koyra tær leiðir, sum ferðafólk vanliga fara. Samrøðan er á enskum. Ein miseydnað roynd varð gjørd at samskifta á føroyskum og íslendskum. Jóannes Lamhauge bleiv av álvara kendur í Føroyum, tá hann í 2004 spældi høvuðsleiklutin í sangleikinum Jósef og dreymakotið . Síðani tá hevur hann millum annað sungið við føroyskum bólkum og kórum, spælt høvuðsleiklut í enskum sangleiki, verið listamálari, spælt sjónleik, nomið sær útbúgving uttanlanda, framleitt dokumentarsendingar fyri sjónvarpið og mangt annað. Heri Ziska er harafturat nevndarlimur í felagnum Hvirlan og ein iðin forsprákari fyri at betra um umstøðurnar hjá ítróttini í Føroyum. Heri Ziska er eisini virkin íðkari sjálvur og hevur enn einaferð kvalifiserað seg til Oyggjaleikir, nú farið verður til Bermuda at kappast í juli. Í samrøðni verður tosað um ítrótt í breiðari merking, tó við denti á frælsa ítrótt. Við kjakborðið sita, Jóhan Dahl, landstýrismaður í vinnumálum, Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways, Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri í Tórshavnar Kommunu og Birita í Dali, forkvinna í MFS. Orðstýrari er Ólavur Gregersen, stjóri í Syntesa. Skráin fyri kjakfundin 1. partur Frá EXIT til ENTRY . Framløga Høgni Reistrup og Heri á Rógvi, rithøvundar, hava eitt upplegg um, hvørji kjakevnir føroyskir útisetar halda vera týdningarmikil at seta á dagsskránna. Spurningur til panelið Hvør hevur ábyrgdina av at skapa millum 100 300 nýggj størv um árið í Føroyum Panel luttakararnir fáa 2 minuttir í part at svara spurninginum. 2. partur TRIVNAÐUR Framløga Marin Strøm, granskari, fer at greiða frá, hví hon hevur valt ikki at flyta heima aftur til Føroya eftir loknan lestur. Spurningurin til panelið Hvørjir trivnaðartrupulleikar eru mest átrokandi at fáa loyst í mun til at økja um tilflytingina Panel luttakararnir fáa síðani 2 minuttir í part at svara spurninginum. 3. partur ACTION Framløga Beinta Poulsen, sniðgevi og eigari av klædnamerkinum Soul Made fer at greiða frá fyrimununum og vansunum við at búgva í Føroyum sum sjálvstøðug vinnurekandi innan mótaheimin. Spurningur til panelið Nógv verður prátað, men lítið tikist verða gjørt til at fáa vent verandi gongd. Nevn 3 ítøkilig átøk, sum tit meta kunnu fremjast tey næstu 2 árini fyri at broyta fráflyting til tilflyting. Panel luttakararnir fáa 2 minuttir í part at svara spurninginum. Kjakið endar við at hvør panel luttakari fær 1 minutt at taka saman um. Hoyr kjakfundin her Talið á ferðsluóhappum fráboðað politinum hevur verið støðugt lækkandi seinastu 5 árini. Í 2012 vórðu 642 móti 715 árið fyri. Fyri rúsdrekkakoyring og vantandi nýtslu av trygdarbelti eru færri mál, meðan tá tað kemur til at koyra ávirkað av rúsevnum og heilivági kann staðfestast ein øking. Eisini er talið á ferðsyndarum munandi hækkað nærum 1000 fólk vórðu tikin fyri at bróta hámarksferðina í farna ári. Tvey fólk doyðu í ferðsluni í 2012. Rósely Reynstind heldur ikki, at filmar serliga væl megna at endurskapa skaldsøgur fyri hana. Sjálv ger hon sær sín egna heim uppi í høvdinum, tá hon lesur, koblar úr. Privat. Rósely lesur nógv og fleiri sjangrur, seinastu tíðina hevur tað tó mest verið faklesnaður í samband við samfelagsstudiir á setrinum. Bahrain er eitt av arabisku emiratunum og í Bahrain er rúsdrekkasøla, men hon er bara ætlað vesturlendingum. Soleiðis er veruleikin tó ikki. Brúgv er frá Bahrain til Saudiarabia. Leila á Lofti býr vanliga í Mumbai, India, men í samband við at maðurin arbeiðir í oljuvinnuni í økinum, valdi hon at halda jól og nýggjár í Bahrain. Hon letur heilsa heima, serliga 96 ára gomlu ommu síni á Argjum. Súsanna Vígdá sigur, at vit velja at halda lív í sorgini, sum í útgangsstøðinum varir í tríggjar mánaðir. Orsøkin er egoið, ið ikki er tilvitað um, at ein kann fara víðari og klára seg væl, uttan at vera bundin at tí farna. Tjørnuvíkingurin Hans Esbern Heinesen verður aftur at hoyra í útvarpinum sunnudagin í stjørnuhalguni. Jógvan Arge hevur verið har norðuri og tosað við hann um ymisk hús og ymiskar nýggjar sum gamlar siðir í bygdini. Hans Esbern sigur eisini frá søgum, eitt nú søguni um, tá tjørnuvíkingar mannaðu allar sessirnar í sóknarstýrinum og bygdu sær nýggjan skúla, men keyptu læraranum í Vík eini gomul hús at búgva í. Á heysti í ár helt Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur, fyrilestur um læknastríðið, ið vardi frá 1952 til 1955. Kringvarpið tók fyrilesturin upp, og vit senda hann og eina samrøðu við Hans Andrias Sølvará um hetta stríðið, ið menti seg til at vera eina hending, sum eisini vakti ans uttan fyri Føroyar. Hoyr triðja og seinasta part her. Sendingin hevur fingið heitið, Lesandi kaga í bókarúgvuna, og á skránni eru prát við rithøvundar og ummælarar um nakrar av bókunum, sum eru komnar út fyri jól. Millum annað práta vit við Jóanes Nielsen um hansara nýggja yrkingasavn, Tapet millum øldir, sum Bergur Djurhuus Hansen, ummælari, heldur vera merkt av, at høvundurin er farin at eldast. Ovast á metsølulistanum í ár liggur nýggjasta krimibókin hjá Jógvani Isaksen við einum nýggjum høvuðspersóni. Vit práta við høvundin um bókina og hyggja eisini nærri at metsølulistanum, har ein rættiliga øðrvísi barnabók er at finna. Eisini viðgera vit fyrsta yrkingasavnið hjá filmslistakvinnuni Katrini Ottarsdóttur, Eru koparrør í himmiríki, sum sambært Kinnu Poulsen, ummælara, er eitt nýbrot í føroyskum yrkingum. Tey lesandi hava gjørt sendingina sum lið í lærugreinini Samskifti, har tey arbeiða við fjølmiðlum á ymsan hátt. Endamálið við uppgávuni hevur verið at geva teimum lesandi møguleika sjálvi at royna at leggja til rættis og seta saman eina slíka sending, at vinkla søgur og innsløg, og at fyrireika og gera interview og reportagur umframt sjálvsagt at bjóða lurtarum eina áhugaverda sending. Tey lesandi eru Johan Petur Dam, Birita Dal Christiansen, Olga Højgaard Helmsdal, Árant Djurhuus, Brynhild Kamban, John Rimestad, Súsanna Jacobsen og Jákupbjørg Lambaa. Lærari og redaktørur á sendingini er Anna Ellingsgaard, og sendingin er gjørd í samstarvi við Kringvarp Føroya. Herbjørg H. Jøkladal sær fyri sær eina ferðavinnu, ið er enn meira ment og fjøltáttað. Ferðamannaskip vilja tey eisini fegin hava inn á Skálafjørðin. Á nýggjárinum er vanligt at seta sær fyri at leggja av at roykja, klænka seg, drekka minni, ella annað, ið tyngir ein. Jóhannus á Rógvu Joensen forklárarar, hvat skal til, fyri at gjøgnumføra broytingar sum hesar. Seinastu tíðina hevur hann tikist nógv við roykiavvenjing fleiri staðir í landinum. Skal tað gerast høgligari at koma úr Fugloy og Svínoy, er vert at umhugsa at gera rennistreingir millum oyggjarnar. Tað heldur Landsverk, og í nýggju samferðsluætlanini verða rennistreingirnir mettir at verða bíligasta loysnin til eina betri farleið enn hana, svínoyingar og fugloyingar nú hava. 140 160 milliónir krónur Rennistreingirnir verða mettir at kosta millum 140 og 160 milliónir krónur, og tað er væl bíligari og betri, enn eitt dagført sjóvegis samband, heldur Landsverk. Ein nýggj ferja, nýggj ferjulega Yviri í Havn á Svínoynni og tunnil heim til Svínoyarbygd verða mett at kosta 200 millióninir krónur, og tá er ferðasambandið til Fugloyar lítið bøtt. Rennistreingir til Svínoyar og Fugloyar eru eisini væl kappingarførir í prísi, um teir verða mettir saman við undirsjóvartunnlar, tí ein Svínoyartunnil kostar 400 milliónir krónur og ein Fugloyartunnil 300 milliónir krónur. Hoyr samrøðu við Heina Eysturoy, deildarleiðara á Landsverki, í útvarpstíðindunum. Føroysku sáttmálarnir fyri yvirmenn klára seg ikki í kappingini við lønarlagið á donskum og norskum skipum. Tað setur krøv til samráðingarnar, sum verða í vár, sigur formaðurin í Skipara og Navigatørfelagnum, Eyðstein Djurhuus. Reiðarafelagið er ikki virkið í løtuni, og tað er eisini ein avbjóðing hjá Skipara og Navigatørfelagnum. Føroya Fiskimannafelag krevur, at oljan fer burtur úr aftur teimum sáttmálum, sum samráðingar eru um í løtuni. Verandi sáttmálar fara úr gildi í januar mánaði. Fiskimannafelagið ætlar sær eisini at seta tiltøk í verk ímóti teimum reiðarum, sum manna skipini við útlendingum, og ikki løna teimum eftir sáttmálanum. Fiskimannafelagið hevur aðalfund í dag. Felagsskapurin Í menniskjum góður tokki fekk eina hálva millión krónur meira í stuðli í ár enn í fjør. Endaliga upphæddin gjørdist 1,7 milliónir krónur. Felagsskapurin hevur latið eina millión krónur til 436 fíggarliga sperdar familjur. Tað eru átta familjur færri enn í fjør. 45 familjur fingu einki, tí tær ikki luku treytirnar fyri at fáa hjálp. Tær høvdu ov nógvan tøkan pening eftir skatt. Hoyr samrøðu við Annlis Bjarkhamar, samskipara í Í menniskjum góður tokki , í útvarpstíðindunum. Klaksvíkar kommuna hevur gjørt eina reglugerð við tí endamáli, at fólk gera ymiskt ólønt stuðulsarbeiði fyri kommununa og stovnarnar undir henni. Hetta kunnu vera uppgávur, ið kommunan annars vildi loyst við egnum fólki. Reglugerðin órógvar samskiparan í Samtaki, Sonju Jógvansdóttir, sum heldur, at stuðulsarbeiði eigur at verða avmarkað til ávísar uppgávur. Gunvá við Keldu, borgarstjóri í Klaksvík, hevði ikki væntað, at hetta gjørdist ein trupulleiki fyri fakfeløgini. Tað hevur sera stóra týdning fyri lesandi uttanlands at koma í samband við føroyska vinnulívið og almennu arbeiðsplássini, og tí skipar Vinnuhúsið saman við øðrum fyri Jobmatch. Starvsstevnan hesaferð verður í Østrøm í Havn. Farleiðin til Føroya gerst skjótt long eftir nøkur ár uttanlands, heldur Katrin Gregersen, sum samskipar tiltakið. Ein, sum hevur fingið starv gjøgnum Jobmatch, er Halgir Winther Arge,. Hann starvast sum oljuverkfrøðigur hjá Atlantic Petroleum Á upptøkunu er upplestur, sum eisini kann eisini lesast her Týskarar hava eisini givið sítt íkast til søguna um jólafriðin jólaaftan í 1914, tá týskir og bretskir hermenn á fleiri kilometrar langa hermótinum í Fraklandi góvust at drepa hvønn annan. Ístaðin góvu teir hvørjum øðrum gávur og sungu jólasálmar. Og jóladag spældu teir fótbólt millum skotgravirnar. Men generalunum hóvaði hetta onki. Í fleiri mánaðir høvdu teir eirindaleyst myrt hvønn annan í tí krígnum, sum seinni varð nevnt Fyrri Veraldarbardagi. Nógvastaðni á Vesturmótinum lógu ungu menninir úr Týsklandi og Stórabretlandi bara einar 30 metrar frá hvørjum øðrum. Ímillum teirra var ongamannaland. Tann 24. desembur vórðu bretarnir sera bilsnir av tí teir sóðu, og stutt seinni trúðu teir heldur ikki tí teir hoyrdu. Í týsku legunum høvdu teir birt ljós í nógvum smáum jólatrøum og á bringuverjurnar við gravirnar høvdu teir sett logandi kertuljós. Um ongamannaland ljómaði kendi týski jólasálmurin Stille Nahct, Heilige Nacht, ella Gleðilig Jól, sum hann eitur á føroyskum. Bretum dámdi hetta væl og partarnir samdust um halda vápnahvíld. Síðani kundi ein tann mest undrunarverdi jólaaftan í søguni byrja. Í fyrstuni vóru tað bara nakrir fáir týskarar, ið váðaðu fetini úr grøvunum og út í ongamannaland, har nógvir deyðir hermenn lógu. Bretarnir ivaðust og spurdu seg sjálvar, um hetta var eitt lokabragd frá týskinum. Men skjótt fóru eisini fyrstu bretarnir upp um brynguverjurnar. Og stutt seinni vóru tað ikki bara nakrir fáir meinigir hermenn úr báðum londum í ongamannalandi, nei, har stóðu fleiri túsund bretar og týskarar, ið ynskti hvørjum øðrum gleðilig jól. Hesi serligu jólini á Vesturmótinum hava bretskir søgufrøðingar mangan viðgjørt, men sambært historienu.dk hava týskarar øll árini aftra seg við at viðmerkja Jólafriðin í 1914. Tó hættaði fyrrverandi blaðstjórin á vikublaðnum Stern, Michael J rgs, sær fyri nøkrum árum síðan at granska hendingina. Michael J rgs hevur leitað í søvnum, lisið týskar dagbøkur og brøv av hermótinum. Hóast týskarar ikki høvdu loyvi at skriva dagbók, tá teir kríggjaðust, gjørdu summir tað kortini. Sama bann var ikki galdandi fyri brøv. Ein uppdaging hjá Michael J rgs var dagbókin hjá týska loytnantinum og studentaskúlalæraranum Kurt Zehmisch, sum hevði ligið órørd í 85 ár. Ein abbasonur Kurt Zehmisch fann dag bókina, tá hann ruddaði. Tann 24. desembur 1914 skrivar Kurt Zehmisch millum annað Meinigi Mockel úr mínari deild, sum hevur búð í Onglandi, rópti á enskum til bretarnar og beinanvegin fingu vit eitt gott prát . Við hesum brutu bæði Zehmisch, loytnantur, og aðrir týskir hermenn reglugerðina, ið setti forboð fyri at knýta friðarsamband við fíggindan. Úti í onganmannalandi fingu teir smáar gávur frá mótstøðupartinum og vístu hvørjum øðrum myndir av sínum kæru har heima. Í greinini verður eisini sagt, at teir vissaðu hvønn annan um, at hatta kríggið var tápuligt. Men tað sæst í brøvum frá generalunum, ið allir vóru heima, at teir vóru alt annað enn fegnir um tað sum fór fram. Nógvir týskarar tosaðu enskt ræði. Teir høvdu arbeitt í fíggindalandinum, ofta sum tænarar ella hýruvognsførarar. Summir teirra høvdu sagt farvæl við bretsku konu sína og børnini, fyri at fylgja boðunum úr heimlandinum um at gera hertænastu. Seint jólaaftan avráddu teir at hittast aftur jóladag, men hesaferð fyri at jarða teirra deyðu vinmenn, ið lógu á vøllinum í ongamannalandi. Avtalan helt og skipað varð fyri fleiri felags syrgiløtum, har eisini bønir á bæði á týskum og enskum vórðu sagdar. Og tað sigst, at eingilsmenninir vildu sleppa at spæla fótbólt. Onkustaðni verður sagt frá einum dysti, meðan aðrar greinar siga frá fleiri dystum, har bæði blikkdósir og bóltar úr samankroystum hálmið, við tveini um, vórðu nýttir. Ein bretskur soldátur, Jack Reagen, tók kjansin at fara aftur til yrki sítt sum hárskeri. Úti í ongamannalandi beið hann sær at klippa bæði vini og fígginda fyri einar tvær sigarettir afturfyri. Millum kundarnar var minst ein týskur yvirmaður. Fleri staðir á frontinum varð skipað fyri felags myndatøku. Eitt enskt myndablað fekk hendur á nakrar myndir, ið prýddu forsíðina og tað má sigast at hava verið ein myndalig stórhending. Somu framferð loyvdi týska eftirlitið ikki. Týska herleiðslan gjørdi eisini alt tað hon var ment at dylja tað sum var farið fram á jólum við Flandern. Tað mest flóvisliga við hesum var, at tað vóru keisarans egnu hermenn, ið høvdu tikið fysta stigið til hetta serliga jólahald. Sagt verður, at ein við vissu veit, at herleiðslurnar hjá báðum pørtum herdu mannagongdirnar, so ongin hending, ið minti um jólafriðin, kundi koma fyri aftur. Eisini verður sagt, at fleiri yvirmenn, ið lótu hermenninar njóta jólini saman við fíggindanum, mistu tign. Hermótið var langt og fleiri staðir vardi jólafriðurin heilt inn í nýggja árið, 1915. Tá tann meinigi fekk boð um at skjóta eftir fíggindanum, syrgdi hann fyri at skjóta yvir høvdið á honum. Hetta sigst hava verið ein loynilig avtala, sum hermenninir høvdu gjørt sínamillum. Men at enda vann tann harðliga krígsdisiplinin og mannasláturin helt fram. Kríggið menti seg til ein so stóran menniskjaligan sorgarleik, sum ongin, heldur ikki militer fakfólk, høvdu kunna ímyndað sær frammanundan. Fyrra kríggj frá 1914 til 1918 var eitt krígsbrotsverk, sum allir partar í krígnum harmaðust. Nú hevði ein sæð, hvussu jánkaslig virðingin fyri hvørjum øðrum í veruleikanum er. Eg veit ikki, um keldurnar avrita hvørja aðra, men summar frásagnir hava sama enda tó ikki allar. Men seinasta reglubrotið í hesum greinum vil vera við, at á týsku síðuni var ein undirkorporalur, sum sambært øðrum ungum soldátum, var illur um, at vápanafelagar hansara góvu figgindanum hondina og sungu jólasálmar fyri honum. Heldur áttu at teir at skotið hann. Hesin soldátur æt Adolf Hitler. Jákup M. Í Danmark verða jólagávur býttar um fyri meiri enn 300 milliónir krónur. Nógvar jólagávur verða eisini býttar um í Føroyum, staðfestir Hávard í Stórustovu, dagligur leiðari í klædnahandlinum Skálki. Á heysti í ár helt Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur, fyrilestur um læknastríðið, ið vardi frá 1952 til 1955. Kringvarpið tók fyrilesturin upp, og vit senda hann og eina samrøðu við Hans Andrias Sølvará um hetta stríðið, ið menti seg til at vera eina hending, sum eisini vakti ans uttan fyri Føroyar. Hoyr annan part her. Súsanna Vígdá heldur føðingina vera tað vakrast við jólaboðskapinum. Av øðrum evnum kann nevnast okkara ótilvitan um hvat vit kunnu. Jesus segði, at vit kunnu tað sama sum hann, men vit trúgva tí ikki. Lurta her Jógvan Arge fer at práta við hana um tær ættirnar, sum hon er av í Havn, og tey umhvørvi, sum hava verið kring móðurættina á Skálatrøð og faðirættina í Rættará. Barnaárini hjá Oddvør búði familjan hjá ommuni Sannu Restorff á Skálatrøð. Tá foreldrini Ebba Restorff og Verland Johansen høvdu bygt uppi á Hálsi í 1956 varð flutt niðan hagar. Hetta var mestsum úti í óbygdum tá. Oddvør býr framvegis á Hálsi, men nú er tað meiri mitt í býnum. Jógvan Arge fer at práta við hana um tær ættirnar, sum hon er av í Havn, og tey umhvørvi, sum hava verið kring móðurættina á Skálatrøð og faðirættina í Rættará. Barnaárini hjá Oddvør búði familjan hjá ommuni Sannu Restorff á Skálatrøð. Tá foreldrini Ebba Restorff og Verland Johansen høvdu bygt uppi á Hálsi í 1956 varð flutt niðan hagar. Hetta var mestsum úti í óbygdum tá. Oddvør býr framvegis á Hálsi, men nú er tað meiri mitt í býnum. Søgan um ein drong, ið er nokkso troyttur av, at mamma hansara bert vil hava alt at vera hvítt. Og hvar bleiv pápi drongin av Býr hann veruliga í Amerika Søguna hevur Oddfríður Marni Rasmussen skrivað. Jensina Olsen lesur. Samrøða við Martin Joensen. Hann sigur frá, hvussu hann var loystur bæði frá rúsdrekka og tubakki. Hansara trúgv gjødist alsamt meiri livandi og í øllum sá hann, at nakað var til, sum var størri enn hann. Martin gjørdist illa sjúkur av krabbamein, sum nú er horvið, men í øllum sorg sum gleði fylgist Martin nú við Timburmanninum úr Nazaret. Á heysti í ár helt Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur, fyrilestur um læknastríðið, ið vardi frá 1952 til 1955. Kringvarpið tók fyrilesturin upp, og vit senda hann og eina samrøðu við Hans Andrias Sølvará um hetta stríðið, ið menti seg til at vera eina hending, sum eisini vakti ans uttan fyri Føroyar. Hoyr fyrsta part her. Nakrir samgongutinglimir hava longu víst á sína ónøgd við dýrkaða Marknagilsdepilin. Og nú meldar fíggjarnevndarformaðurin, Bárður Nielsen seg eisini í kórið, sum heldur, at 460 milliónir krónur fyri miðnámsskúlan í Marknagili er ov nógv at rinda. Hoyr ein part av samrøðuni her Klaksvíkar Kommuna hevur orðað reglugerð, sum letur upp møguleika fyri, at ólønt arbeiðstoymi gera ymiskt arbeiðið í kommununi. Hoyr samrøðu við Gunvá við Keldu, sum heldur tað vera upplagt, at borgarar, ið ynskja tað, kunnu geva okkurt aftur til lokalsamfelagið. Sára Olsen lesur jólaevangeliið uppá rím. Johannes Møllehave skrivaði og Amy Tausen týddi. Jonna Fritsdóttir Mortensen lesur søguna Eitt barn er føtt . Heri Jacobsen týddi til føroyskt Í dag hoyra vit 24. part av jólakalendaranum quot Konan, ið varð lítil sum ein teskeið quot . Sara Kadefors og Alf Prøysen eiga handritið. Hetta er ein jólakalendari, sum vit hava fingið frá svenska barnaútvarpinum. Týtt úr svenskum hava Erla Zachariasen, Guðrið Rubeksen og Karin Djurhuus. Jonna F. Mortensen er vertur. Eisini ber til at lata lúkur upp á kringvarp.fo, síggja mynd og hoyra søgu. Finnur Hansen ger ljóðmyndina og Páll Danielsen leikstjórnar. Kristiliga útvarpsrásin, Lindin, er í ljósmála í hesi sending, har vit vitja útvarpsrásina, sum javnt og satt hevur ment seg til eitt starvspláss við úti við 60 fólkum knýtt at sær umframt at sent verður 24 tímar um samdøgrið. Hoyrið sendingina her Í dag hoyra vit 23. part av jólakalendaranum quot Konan, ið varð lítil sum ein teskeið quot . Sara Kadefors og Alf Prøysen eiga handritið. Hetta er ein jólakalendari, sum vit hava fingið frá svenska barnaútvarpinum. Týtt úr svenskum hava Erla Zachariasen, Guðrið Rubeksen og Karin Djurhuus. Jonna F. Mortensen er vertur. Eisini ber til at lata lúkur upp á kringvarp.fo, síggja mynd og hoyra søgu. Finnur Hansen ger ljóðmyndina og Páll Danielsen leikstjórnar. Í dag hoyra vit 22. part av jólakalendaranum quot Konan, ið varð lítil sum ein teskeið quot . Sara Kadefors og Alf Prøysen eiga handritið. Hetta er ein jólakalendari, sum vit hava fingið frá svenska barnaútvarpinum. Týtt úr svenskum hava Erla Zachariasen, Guðrið Rubeksen og Karin Djurhuus. Jonna F. Mortensen er vertur. Eisini ber til at lata lúkur upp á kringvarp.fo, síggja mynd og hoyra søgu. Finnur Hansen ger ljóðmyndina og Páll Danielsen leikstjórnar. Johan í Kollafirði er gestur í Brunsj. Men eitur hann enn Johan í Kollafirði, ella vil han heldur kallast Johan í Fámara, ella kanska enntá Johan Dalsgaard Svarið, og nógvar aðrar góðar søgur, finnur tú í hesi sendingini. Fyri fáum árum síðani vóru bert ein til tvær mentalkanningar gjørdar um árið í Føroyum. Í ár eru átta mentalkanningar gjørdar. Gongdin kann hava við sær, at vit fáa alt fleiri innleggingardómar, sigur Tormóður Stóra, leiðari á Psykiatriska deplinum. Hoyr samrøðu við hann í útvarpstíðindunum. Atlantsflog lýsir í hesum døgum eftir flogternum og flogtænarum til summarflúgvingina næsta ár, men tann, sum ætlar at søkja, skal vera 21 og 29 ár. Georg Suðurgarð, starvsfólkaleiðari hjá Atlantsflogi, sigur, at aldursmark er sett á, av tí at arbeiðsumstøðurnar eru serligar. Forkvinnan í Javnstøðunevndini, Katrin Kallsberg, fýlist á mannagongdina hjá Atlantsflogi. Í dag kenna vit Æðuvík sum bygdina við øllum jólaljósunum, men hon er so nógv annað eisini. Í samrøðuni sigur Aslaug Olsen frá fyrstu búsetingini, gomlum sagnum, og nýggjari frásagnum um til dømis huldufólk. Aslaug Olsen sigur, at samanhaldið í bygdini er framúr gott. Umleið 100 fólk búgva í Æðuvík. Hoyr meira her Herbjørg H. Jøkladal sigur frá serligum tiltøkum og øðrvísi undirhaldi í jólaligu Runavíkini. Børnini verða ikki sett eftir, til dømis er jólaskipið nakað, ið teg gleða seg nógv til leygarkvøldið. Men eisini taka tey lut sjálvi og her kunnu vit nevna stóra barnakórið, sum syngur í Glyvra kirkju leygarkvøldið. Leygarkvøldið fara tey eisini at steikja á einari sokallaðari kavagrill. Lurta her Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, tekur væl ímóti tilboðnum frá Heðini Mortensen, borgarstjóra, um at Tórshavnar kommuna kann vera við til at fíggja partar av Marknagilsdeplinum, so gongd kemur á byggingina. Tað er avgerandi fyri Tórshavnar kommunu at Maknagilsdepilin verður bygur. Men um Tórshavnar kommuna verður við at fíggja Marknagilisdeplin, verður ikki talan um nakra gávu ella stuðul, men um ein íløgu, ið skal koma borgarunum í Havn til góðar, siður borgarstjórin. Í dag hoyra vit 21. part av jólakalendaranum quot Konan, ið varð lítil sum ein teskeið quot . Sara Kadefors og Alf Prøysen eiga handritið. Hetta er ein jólakalendari, sum vit hava fingið frá svenska barnaútvarpinum. Týtt úr svenskum hava Erla Zachariasen, Guðrið Rubeksen og Karin Djurhuus. Jonna F. Mortensen er vertur. Eisini ber til at lata lúkur upp á kringvarp.fo, síggja mynd og hoyra søgu. Finnur Hansen ger ljóðmyndina og Páll Danielsen leikstjórnar. Borgarstjórin í høvuðsstaðarkommuni sigur, at tað er lítið at ivast í, at býráðið er sinnað at vera við til at fíggja ein part av Marknagilsdeplinum, fyri at fáa gongd á verkætlanina. Heðin Mortensen sigur, at talan verður tó ikki um nakra gávu ella stuðul, men eina íløgu, sum kann koma øllum borgarum í kommununi til góðar. Sambært Landsverki verður byggingin í Marknagili 70 milliónir krónur dýrari enn ætlað. Tilfeingisgjaldið á makrel, sum løgtingið samtykti í gjár, er tað ringast hugsandi gjaldið fyri fiskivinnuna. Tað heldur Poul Michelsen, tingmaður fyri Framsókn. Endamálið hjá Fólkaflokkinum við gjaldinum er at fáa øll at venda sær móti tilfeingisgjaldi, heldur Poul Michelsen. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, viðgongur, at uppskotið fyrst av øllum hevði til endamáls at útvega landskassanum 120 milliónir krónur. Men hann vísir aftur, at nakað annað býr undir, enn júst at fáa pengar í landskassan. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fer ikki at eftirlíka kravinum hjá Fróðskaparsetrinum um at lýsa størvini at umsita Búskaparráðið leys. Eg havi lovað starvsfólkum í Landsbankanum, at tey verða flutt í nýggju størvini, og tað standi eg við, sigur Jørgen Niclasen. Hann skilir ikki, hví Fróðskaparsetrið kemur við hesum kravi nú, og ikki longu í hoyringarsvarinum kravdi, at størvini skulu lýsast leys. Mentamálaráðið hevur fingið eina áheitan afturat frá einum foreldri at næmingi í Stranda skúla um at hækka ársmetið. Birnir Hauksson, sum hevði ein son í 9. flokki í Stranda skúla í fjør, hevur biðið um, at sonur hansara fær tey próvtøl broytt, ið hann er ónøgdur við. Kæran um broyttu ársmetini í Stranda skúla hevur ligið í Mentamálaráðnum síðani í juli mánaði. Aðalstjórin í Mentamálaráðnum, Poul Geert Hansen, væntar, at ráðið fer at koma við eini niðurstøðu eftir nýggjár. Á loppumarknaðinum hjá Frelsunarherinum á Akureyri næst størsta býnum í Íslandi er hvalbingurin Niels Jakob Erlingsson sjálvboðin til arbeiðis hvønn seinnapart. Niels Jakob fór við íslendskum trolarum í fimtiárunum, og síðani hevur hann búð har yviri. Tórður Mikkelsen hevur hitt 79 ára gamla hvalbingin á loppumarknaðinum á Akureyri Sildavalsurin varð prentaður í Følv í 1952. Øll hesi 60 árini hevur hann verið brúktur í veitslum, og har fólk eru komin saman í vertskapi. Í samrøðuni her, greiðir Sunleif Rasmussen frá, hvat er við at gera ein slagara. Føroyskir politikarar eru í ferð við at beina fyri grasrótunum í føroyskari list. Tað heldur Kolbrún Halldórsdóttir, forkvinna í norðurlendska listaráðnum. Ráðið harmast í opnum brævi til politisku skipanina í Føroyum, at stuðulin til list og mentan verður skerdur ein fimting í einum høggi. Norðurlendska listaráðið sigur seg væl skilja, at Føroya fremstu og altjóða viðurkendu listafólk nú nokta at vera við í tiltøkum, sum landsstýrið skipar fyri. Undir viðgerðini av Landsbankamálinum vildi Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, verða við, at eitt nú Føroya Tele fær munandi bíligari lán í einum banka, enn landið fær hjá Landsbankanum. Hesum vísur Landsbankin aftur, og landsstýrismaðurin viðgongur, at hann kundi havt orðað seg øðrvísi. Men Jørgen Niclasen heldur fast við, at næsta ár skal landskassin rinda 122 milliónir krónur í rentu av lánsbrævaskuld. Lánsbrævaskuldin er 4,3 milliardir krónur, og tað gevur 2,8 prosent í rentu. Føroya Tele rindar lægri rentu fyri sítt lán, sigur landsstýrismaðurin. Tann mest rættvísa skipanin við tilfeingisgjaldi er at áseta ein serligan tilfeingisskatt. Skipanin forðar fyri, at reiðarar drena roknskapin fyri yvirskot, og hon fær ikki keðiligar avleiðingar fyri hýruna hjá fiskimonnum. Tað sigur Janus Rein, uttanflokkatingmaður og limur í vinnunevndini hjá løgtinginum. Hann heldur, at galdandi skipan er vánalig, tí reiðarar sleppa sær undan at gjalda, og skipanin við kiloavgjaldi leggur ikki upp fyri inntøku og avreiðingarprísi. Gott hugskot Eitt gott hugskot, heldur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, sum fer at hyggja nærri at uppskotinum hjá tingmanninum. Løgtingið samtykti í gjár uppskotið hjá landsstýrinum um makrelgjøld. Samtyktin áleggur vinnuni at gjalda 75 oyru fyri hvørt fiskað kilo av makreli. Haraftrat skulu gjaldast tvær krónur fyri kilo av makreli, sum verða landað uttanlands ella til móttøkuskip. Í dag hoyra vit 20. part av jólakalendaranum quot Konan, ið varð lítil sum ein teskeið quot . Sara Kadefors og Alf Prøysen eiga handritið. Hetta er ein jólakalendari, sum vit hava fingið frá svenska barnaútvarpinum. Týtt úr svenskum hava Erla Zachariasen, Guðrið Rubeksen og Karin Djurhuus. Jonna F. Mortensen er vertur. Eisini ber til at lata lúkur upp á kringvarp.fo, síggja mynd og hoyra søgu. Finnur Hansen ger ljóðmyndina og Páll Danielsen leikstjórnar. Val er í Føroya Fiskimannafelag í hesum døgum. Atkvøðuseðlarnir skulu vera inni 30. januar í 2013, og talt verður upp 31. januar. Umframt sitandi formann bjóða eisini tveir aðrir seg fram at stjórna Fiskimannafelagnum næstu trý árini. Seinastu seks árini hevur Jan Højgaard verið formaður í Føroya Fiskimannafelag, og tveir mans bjóða nú Jan Højgaard AV. Teir báðir eru Sakaris Zachariasen, úr Streymnesi, og Grímur Hammer, av Eiði. Ov nógvir næmingar koma út við so vánaligum 9.floks prógvi, at prógvini kunnu ikki nýtast til nakað sum helst. Og tað er ein trupulleiki, tí í dag kanst tú so lítið, um tú ikki í minsta lagi hevur eina miðnámsútbúgving. Hoyrið meira um hetta í Sjónarhorninum. Kvinna, ið fyri 4 mánaðum síðani vigaði 131 kilo, hevur nú í boði at fáa gastric bypass. Seinastu mánaðirnar er hon lætna góð 30 kilo, hetta við at eta minni og røra seg meira. Hon greiður okkum frá avgerðini, um hon velur skurðviðgerð, ella lívstílsbroyting fyri at lætna tey sístu 20 kilo ini, sum nú mangla fyri at náa málinum. Kostfrøðingur svarar eisini lurtaraspurningi um kokusolju, og vit fara til kókikonu at gera Panna Cotta, sum hóskar seg væl til jóladøgurðaborðið. Læraraútbúgvingin eigur at kunna takast sum masterútbúgving á Fróðskaparsetrinum. Tað heldur Fólkaskúlaráðið, sum hevur handað landsstýrismanninum í mentamálum, Bjørn Kalsø, eitt tilmæli um førleikamenning hjá lærarum. Læraraútbúgvingin er í løtuni ein trý ára útbúgving á bacelorstigi og eitt diplomár, har tey lesandi fyrireika seg til yrkið sum lærarar. Fólkaskúlaráðið heldur, at vit eiga at leggja tvey ár aftur at læraraútbúgvingini og gera hana til eina masterútbúgving, sum skal kunna takast á Fróðskaparsetrinum. Ein roynd verður nú gjørd at umseta nógvu umtaluna av G festivalinum í útlendskum fjølmiðlum um til ferðafólk Ferðaráð Føroya og G festivalurin hava gjørt samstarvsavtalu um at royna at fáa útlendingar at koma á tónleikafestival í Norðuratlantshavi næsta ár. Sambært Súsonnu Sørensen, ið stendur fyri marknaðarføring á Ferðaráði Føroya, er hetta ein liður í, at ferðavinnan í Føroyum noyðist at leggja seg eftir at fáa serbólkar av ferðafólkum til landið. Umsóknin, sum Jarðfeingi nú hevur fingið um at sleppa at bora eftir olju, er søgulig. Tí hetta er fyrstu ferð, at ein umsókn er komin, uttan at landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur havt útbjóðingarumfar. Leiðin, sum søkt er um, er tó roynd fyrr, sigur Petur Joensen, stjóri á Jarðfeingi. Søkt er um loyvi at bora vestan fyri Hetland, beint innan fyri føroyska bretska markið. Fyrst í nýggja árinum fer samgongan at avgera, um privat eiga at sleppa at fíggja, byggja og reka havrannsóknarskip og vaktar og bjargingarskip, sum landið so kann leiga. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum er longu farin undir at fyrireika leistin. Privat hava boðið seg fram at útvega landinum eitt havrannsóknarskip, sigur Jacob Vestergaard. Sambært játtanarkarminum hjá landsstýrinum verður ikki farið undir at byggja havrannsóknarskip fyrr enn í 2017. Tá er Magnus Heinason 40 ára gamal. Tilfeingisgjaldið á makreli næsta ár verður 75 oyru fyri kilo. Tað hevur løgtingið endaliga samtykt. Men orðaskiftið við triðju viðgerð vísti, at stór ósemja er bæði í samgongu og andstøðu um tilfeingisgjaldið. Jákup Mikkelsen úr Fólkaflokkinum sigur, at Fólkaflokkurin er ímóti tildeingisgjaldi, men hevur gjørt neyðsemju í samgongu til tess at útvega landskassanum inntøkur næsta ár. Aksel V. Johannesen úr Javnaðarflokkinum sigur, at Javnaðarflokkurin tekur undir við tilfeingisgjaldi, men fiskimenn skulu ikki gjalda. Hoyr Óluvu Zachariasen úr løgtinginum, sum eisini hevur samrøðu við Jákup Mikkelsen og Aksel V. Johannesen. Arbeiðið at fylla bátahylin á Tvøroyri, so Varðin Pelagic kann byggja eina frystigoymslu, skal steðga. Tað hevur Kærunevndin í lendismálum gjørt av, eftir at nevndin hevur viðgjørt kærur, har biðið verður um, at kærurnar fáa steðgandi virknað. Nevndin metir at kærararnir eru partur av málinum, og vil tí hava kommununa at steðga arbeiðinum. Kristin Michelsen, borgarstjóri sigur, at kommunan tekur avgerðina til eftirtektar, og einki verður gjørt, fyrr enn málið er avgreitt. Tvífalda frystiorkuna Varðin Pelagic ætlar at tvífalda frystigoymsluna, úr 6.000 upp í 12.000 tons. Tað er neyðugt fyri at virkið skal kunna hava fiskin liggjandi á goymslu, og ikki noyðast at selja fyri lægri prís enn neyðugt. Virkið hevur eisini verið noytt at leiga seg inn í frystihús uttanlands, og tað kostar væl av pengum, sigur Bogi Jacobsen, stjóri í Varðanum Pelagic. Kærunevndin í lendismálum skal hava fund aftur 10. januar. Nógv fólk var møtt upp til seinasta Góðan morgun Føroyar gongutúrin í 2012, millum onnur ein skúlaflokkur. Sonja Klein, prestur, greiddi frá Havnar Kirkju í bæði kirkju og byggisøgu. Eisini greiddi hon frá ymsum lutum í kirkjuni, til dømis fleiri hundrað ára gamla doypifondinum og fyrstu altartalvuni, sum umframt at vera gomul hevur stórt listaligt virði. Lurta her Í dag hoyra vit 19. part av jólakalendaranum quot Konan, ið varð lítil sum ein teskeið quot . Sara Kadefors og Alf Prøysen eiga handritið. Hetta er ein jólakalendari, sum vit hava fingið frá svenska barnaútvarpinum. Týtt úr svenskum hava Erla Zachariasen, Guðrið Rubeksen og Karin Djurhuus. Jonna F. Mortensen er vertur. Eisini ber til at lata lúkur upp á kringvarp.fo, síggja mynd og hoyra søgu. Finnur Hansen ger ljóðmyndina og Páll Danielsen leikstjórnar. Fjølmiðlarnir hava onga umboðan fingið í nýggja Málráðnum, hóast fjølmiðlafólk vóru umboðað í málnevndini, sum nú verður tikin av. At fjølmiðlarnir ikki verða verða hoyrdir í málsligum spurningum, er ein vansi fyri gerandismálið, heldur forkvinnan í Felagnum Føroysk Miðlafólk, Ingrid Bjarnastein. Vit hoyra Lív Højsted Horsdal lesa Jólini hjá hugnamúsini, sum Sámal Soll skrivaði. Jóannes Dalsgarð lesur søguna Dunnujól, sum Elin á Rógvi skrivaði. Signar í Homrum velur tónleikin í sendingini, og syngur eisini sjálvur tveir sangir av nýggju útgávuni, Myrka nátt. Tosa verður um fløguna, um sangskriving og tónleik yvirhøvur. Talgilda undirskriftin, sum skal gera tað lættari hjá borgarum at avgreiða síni viðurskifti við stovnar og fyritøkur, verður jólatrøll. Enn hevur ikki eydnast at finna semju um, hvør skipan skal brúkast, og hvussu kostnaðurin skal býtast millum ymsu partarnar. Men hetta verður greitt fyrst í nýggja árinum, lovar landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen. Maria Mohr gavst í fjør í Auto. Hóast stóran trivnað í arbeiðinum, verður við tí ikki sagt, at hon ikki hevði avbjóðingar. Til dømis reiv ein bilførari bensinpumpuna í Auto leysa, ein annar maður knústi rútarnar í avgreiðsluni, og okkurt annað er, sum Maria Mohr fegin vil siga okkum. Lurta her Ein tann fremsta uppgávan hjá nýggja Málráðnum verður at gera eina stavsetingarorðabók, ið ásetir, hvussu orð og staðarnøvn skulu stavast á føroyskum. Ráðið skal millum annað taka støðu til, hvørjir stavir skulu vera í føroyska stavraðnum. Zakaris Svabo Hansen, adjunktur í málfrøði, er formaður í nýggja Málráðnum. Hoyr samrøðu við hann í útvarpstíðindunum. Eins og aðrar bilstøðir, kemur Auto okkum øllum við eisini teimum fólkum, sum koma aðrastaðni frá at vitja í høvuðsstaðnum. Í hvussu so er onkuntíð í lívinum hevur ein bilstøð stóran týdning fyri tey flestu. P F Auto í Havn helt í gjár 60 ára stovningardagin, har tað var opið hús við alskyns kakum og drekka. Úr søguni felagsins stendur at lesa Á stovnandi fundinum tann 17. december 1952, sum varð hildin á skrivstovuni hjá Trúgva Samuelsen sakførara, vóru møttir Johannes Berg, Eigil Gunnarson, Kaysten Andreasen, Henry Svenson og Andrew Djurhuus Samlaður partapeningur var 10.500 krónurFyrsti nevndarfundur varð hildin sama dag. Í nevndina komu Kaysten Andreasen, Johannes Berg og Eigil Gunnarson. Til granskoðara var valdur Jákup Jensen. Nevndin skipaði seg við Eigil Gunnarson sum formanni Johannes Berg sum næstformanni og Kaysten Andreasen nevndarlimi. MEN, hatta var tá. Hýrvognsfelagið Auto er umskipað fleiri ferðir síðan 1952, seinast í 2007. Góðan morgun Føroyar var í gjár á gátt hjá hýruvognsførarunum í Niels Finsensgøtu, har vit millum onnur tosaðu við royndu bilførararnar Kára Mourtisen og Magnus Fuglø, Sigvard Joensen, stjóra, og Petur Hentze, nevndarformann. Bæði Kári Mouritsen og Magnus Fuglø byrjaðu at koyra hýruvogn í 1964, men meðan Kári gavst í 1967 og byrjaði aftur í 1988, so hevði Magnus Fuglø koyrt uttan íhald í 48 ár, tá hann lat seg pensiónera í juni í ár. Fiskivinnan gevur samfelagnum nóg nógvar inntøkur sum er. Tí er tað skeivt at áleggja henni eitt tilfeingisgjald. Og harafturat missa manningarnar inntøkur, tí gjaldið fer av óbýttum. Tað heldur formaðurin í Skipara og navigtørfelagnum, Eyðstein Djurhuus. Talan er eisini um ein tulkingarspurning, annaðhvørt tilfeingisgjaldið er eitt alment gjald ella gjald fyri fiskiloyvi. Men ikki ber til at tulka tað, tí manningarfeløgini hava ongan at fara í gerðarrættin við. Løgtingið samtykti annars í gjár, at skipini, sum fara at fiska makrel næsta ár, skulu lata landskassanum 75 oyru í tilfeingisgjaldi fyri kilo. Í útvarpsstovuni er Róaldur Jákupsson, sum hevur stóran áhuga fyri øli og smakki yvirhøvur. Eisini er Jónheðin Tróndheim, sum kann lýsast sum ein meiri fólksligur øldrekkari, ið hesaferð umboðar tann vanliga føroyingin, ið dámar væl øl. Hvussu leingi kunnu smábørn sita frammanfyri einum skermi tað verið seg sjónvarp, teldu, teldlum, ella fartelefon. Sonur mín, sum skjótt verður 5 ár, situr fleiri tímar seinnapart og spælir við teldilin, og tá hann ikki tímir tað, so er tað antin sjónvarp ella smartphone. Eg fái hann ikki at skilja, at hetta er ov nógv, og fái hann ikki at takast við nakað annað. Hvat geri eg galið. Eru nøkur góð ráð at taka til Soleiðis ljóðar spurningurin í dag, og Beinta Dalbø, pedagogur svarar. Føroya Fiskimannafelag er ímóti, at tilfeingisgjøld verða løgd á fiskivinnuna. Felagnum dámar ikki, at politiska skipanin fer uttan um allar partar í vinnuni og tekur pengar úr fiskivinnuni. Tað forðar fyri, at pengarnir fáa møguleika at virka í samfelagnum og fáa sett virksemi í gongd, sigur Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum. Í dag hoyra vit 18. part av jólakalendaranum quot Konan, ið varð lítil sum ein teskeið quot . Sara Kadefors og Alf Prøysen eiga handritið. Hetta er ein jólakalendari, sum vit hava fingið frá svenska barnaútvarpinum. Týtt úr svenskum hava Erla Zachariasen, Guðrið Rubeksen og Karin Djurhuus. Jonna F. Mortensen er vertur. Eisini ber til at lata lúkur upp á kringvarp.fo, síggja mynd og hoyra søgu. Finnur Hansen ger ljóðmyndina og Páll Danielsen leikstjórnar. 32 ára gamla Maria Jørðdal Niclasen verður vígd í Dómkirkjuni 27. januar 2013 og viku seinni sett sum prestur í Viðareiðis kirkju. Maria lýsir seg sjálva sum rúmliga og positiva. Hon hevur størri fragd í at leggja dent á felagseyðkenni, heldur enn á munirnar á ymsu samkomunum og fólki sum heild. Hon er Morgungestur í Góðan morgun Føroyar í dag. Føroya Fróðskaparfelag varð stovnað 17. desember í 1962, og Føroyar Fróðskaparsetur varð stovnað í 1965. Men endamálið við felagnum hevði ein enn breiðan týdning í vísundaligum og granskingarligum høpi her á landi. Granskingarumhvørvið í Føroyum var sum vera man lítið tá í 50 árunum. Men nóg mikið til, at nakrir menn í 1952 hættaðu sær at stovna eitt Fróðskaparfelag, sum skuldi byggja upp eitt granskingarumhvørvi í Føroyum. Teir høvdu tá gjørt fyrireikingar. Høvdu skrivað lógaruppskot fyri felagið og savnað tilfar til fyrstu útgávu av Fróðskaparritum og gjørt tað greitt til prentingar. Menninir, sum vórðu við til stovnandi aðalfund í desember 1952, vóru 10. Nakrir teirra høvdu fleiri ár á baki sum granskarar og búð í Føroyum, til dømis Rasmus Rasmussen á Háskúlanum, eiðislæknin R. K. Rasmussen , Niels á Botni í Nólsoy, Sverri Dahl fornfrøðingur, Hans Jacob Jacobsen Heðin Brú , Axel Poulsen kommunulækni. Aðrir vóru rættiliga nýliga heimkomnir eftir loknan lestur í Keypmannahavn Jóannes Rasmussen, geologur, Hans Debes Joensen, landslækni, Karsten Hoydal, fiskivinnufrøðingur. Chr. Matras var ein av stovnarunum, men var tá enn professari á universitetinum í Keypmannahavn. Endamálið var 1. taka upp samstarv við tey fólk her á landi, sum áhuga hava fyri vísindaligum starvi. 2. á føroyskum máli at geva út Fróðskaparrit, ið er felagsársbók. 3. at fáa til vegar vísindaligar bókmentir og virka fyri at fáa settan á stovn ognargrunn og soleiðis royna at leggja støði undir ein komandi lærdómsstovn í Føroyum. Soleiðis skrivar Elin Súsanna Jacobsen, søgufrøðingur, sum eisini sigur frá søgu felagsins í Góðan morgun Føroyar. Suni Poulsen,sálarfrøðingur, sigur frá hugtakinum eydna og at vera eydnusamur. Ber til at máta hesar kenslur Hvør er lukkuligur Er tað tann, sum heldur seg hava nóg mikið Rákið í dag sigur, at alt skal vendast til nakað positivt tað er nærum ikki loyvt at harmast og rópa hví, tá ólukkan rakar. Í dag sigur mann, at tað er við at geva tú fært og á henda hátt verður tú eitt glaðari menniskja. Ver nakað fyri grannan, fyri umhvørvið, arbeiðsplássið ella býin hjálp har tú kanst, uttan at krevja ella vænta nakað afturfyri. Angela Róadóttir er fýra ára gomul og dóttir Ingrid Bjarnastein, redaktør á Góðan Morgun Føroyar. Kári Olsen tosar við hana, eins og vit hoyra Rúna Jákupsson og Elin í Stórustovu. Hóast 300 milliónir hjálptu lítið í sváru fíggjarkreppuni í Íslandi í 2009, so hevði lánið úr Føroyum stóran súmbolskan týdning. Tað heldur føroyski sendiimaðurin í Íslandi. Hákun Djurhuus vísir á, at føroyingar eitt nú hava upplivað at hava fingið serligan avsláttur í handlunum í Reykjavík sum tøkk fyri hjálpina, ið varð veitt. Sleppa undan at læna Landskassin sleppur undan at læna 300 milliónir krónur næstu ferð, pengar skulu lænast, tí tær 300 milliónirnar, sum Føroyar læntu Íslandi, komu aftur í dag við rentuni fyri seinasta árið, sum er 6,5 milliónir krónur Hetta ger, at fíggingartørvurin hjá landskassanum minkar 300 milliónir krónur Næstu ferð, landið skal læna pengar, kann lántøkan vera 300 milliónir minni, sigur Sigurd Poulsen, landsbankastjóri. Íslendska ríkisstjórnin hevur gjørt av at rinda lánið aftur nú, hóast avtala um afturgjalding ikki skuldi gerast fyrr enn um eitt ár. Pál Joensen, sum vann bronsuheiðursmerki í HM finaluni á 1500 metrum frí í Istanbul, er ovfarin av úrslitinum. Hann stóð seg ikki so væl í OL í summar, og tað hevur heldur ikki gingið so væl í kappingum í seinastuni. Men hetta úrslitið ein nýggj byrjan, sigur Pál Joensen, sum hevur broytt svimjiteknikk. Hoyr samrøðu við Pál Joensen í útvarpstíðindunum. Ein fakteknisk orðabók átti at verið gjørd sum skjótast, tí føroyingum vantar føroysk orð fyri vinnu og tøknilig nøvn og hugtøk, og til at smíða lógir. Tað heldur Janus Rein, uttanflokkatingmaður. Tryggingarlóggávan hevur verið fyri í løgtinginum í seinastuni, og tað er serliga í hesum sambandi, at Janus Rein og onnur hava havt ilt við at finna føroysk orð. Oljufeløgini Mærsk og Hess eru nú komin upp í fjarskiftisnetið hjá Føroya Tele, skrivar Oljan.fo Seinasti parturin í arbeiðnum hevur verið at sett boripallin South Arne hjá Hess til samskitiskaðalin Cantat 3, sum Føroya Tele eigur. Og við hesum er komið á mál við stóru verkætlanini at knýta oljufeløg í danska partinum av Norðsjónum upp í fjarskiftiskervið hjá Føroya Tele. Arbeiðið at binda Thyra West hjá Maersk Oil í Cantat 3 varð liðugt í juli, og tað sambandið er tikið í nýtslu. Hoyr samrøðu við Páll Vesturbú, stjóra í FT Neti, í útvarpstíðindunum. Í dag hoyra vit 16. part av jólakalendaranum quot Konan, ið varð lítil sum ein teskeið quot . Sara Kadefors og Alf Prøysen eiga handritið. Hetta er ein jólakalendari, sum vit hava fingið frá svenska barnaútvarpinum. Týtt úr svenskum hava Erla Zachariasen, Guðrið Rubeksen og Karin Djurhuus. Jonna F. Mortensen er vertur. Eisini ber til at lata lúkur upp á kringvarp.fo, síggja mynd og hoyra søgu. Finnur Hansen ger ljóðmyndina og Páll Danielsen leikstjórnar. Í serligu netvarpsútgávuni fáa vit samrøðurnar við Mikkjal Olsen, skipara á Sigurfarinum, Per á Hædd, myndamann, Jógvan Arge, útvarpsmann, og Birgir Enni, stigtakara til fyrstu føroyskt framleiddu vindmylluna, í fullari longd. Umframt frásøgnina, um tá Sigurfarið bjargaði sovjetisku sjómonnunum, sigur Mikkjal eisini frá um tá eldur kom í Sigurfarið dagin eftir skipið varð komið á Klaksvík, um tá tríggjir av sovjetisku sjómonnunum vitjaðu í Føroyum í 2003, og um orsøkina, ið hevur verið nevnd sum grundgevingin fyri at sovjetisku sjófólkini ikki vildu fara av skipinum. Eisini eru eitt nú fleiri stutt tíðindabrot um fiski og sjóvinnu í 1982, eins og ein stutt frásøgn um harðmæltar menn, tá grindaformaður skuldi veljast í Havn. Av øðrum hendingum, ið verða umrøddar í hesari sendingini um árið 1982, er eitt nú at politiska støðan er sera spent, svimjihøllin í Havn verður tikin í nýtslu, hvønn týdning nýggju útvarpshúsini hava havt fyri útvarpsskránnað og sendingarnar, nú seinra byggistig verður tikið í nýtslu í 1982, og Per á Hædd fer til verka sum reklamufotografur. Í sendingini hoyra vit Johnsigurd Johannesen, Hilmar Kass, Jógvan Sundstein, Paula Ellefsen, Óla Breckmann, Mikkjal Olsen, Jógvan Ranghamar, Trygva Johansen, Poul Mohr, Birgir Danielsen, Martin Mouritsen, Leif Láadal, Per á Hædd, Niels Juel Arge, Petur Frederik Rosing, Jógvan Arge, Karin Joensen, Gunnar Hoydal, Christian Risager, Birgir Enni, eins og brot úr einari ørgrinnu av útvarpssendingum frá áttati og nítiárunum, alt kryddað við tónleikabitum frá 1982. Av øðrum hendingum, ið verða umrøddar í hesari sendingini um árið 1982, er eitt nú at politiska støðan er sera spent, svimjihøllin í Havn verður tikin í nýtslu, hvønn týdning nýggju útvarpshúsini hava havt fyri útvarpsskránnað og sendingarnar, nú seinra byggistig verður tikið í nýtslu í 1982, og Per á Hædd fer til verka sum reklamufotografur. Í sendingini hoyra vit Johnsigurd Johannesen, Hilmar Kass, Jógvan Sundstein, Paula Ellefsen, Mikkjal Olsen, Martin Mouritsen, Leif Láadal, Per á Hædd, Niels Juel Arge, Petur Frederik Rosing, Jógvan Arge, Karin Joensen, Gunnar Hoydal, Christian Risager, Birgir Enni, eins og brot úr einari ørgrinnu av útvarpssendingum frá áttati og nítiárunum, alt kryddað við tónleikabitum frá 1982. Samrøðurnar við Mikkjal Olsen, Per á Hædd, Jógvan Arge, og Birgir Enni kunnu hoyrast í fullari longd á longdu og serligu netvarpsútgávuni av hesari sending. Umframt frásøgnina í hesari sending, her greitt verður frá um hendingina, tá Sigurfarið bjargaði sovjetisku sjómonnunum, sigur Mikkjal Olsen í netvarpsútgávuni eisini frá um tá eldur kom í Sigurfarið dagin eftir skipið varð komið á Klaksvík, um tá tríggjir av sovjetisku sjómonnunum vitjaðu í Føroyum í 2003, og um orsøkina, ið hevur verið nevnd sum grundgeving fyri at sovjetisku sjófólkini ikki vildu fara av skipinum. Í serligu netvarpsútgávuni fáa vit samrøðurnar við Mikkjal Olsen, skipara á Sigurfarinum, Per á Hædd, myndamann, Jógvan Arge, útvarpsmann, og Birgir Enni, stigtakara til fyrstu føroyskt framleiddu vindmylluna, í fullari longd. Umframt frásøgnina, um tá Sigurfarið bjargaði sovjetisku sjómonnunum, sigur Mikkjal eisini frá um tá eldur kom í Sigurfarið dagin eftir skipið varð komið á Klaksvík, um tá tríggjir av sovjetisku sjómonnunum vitjaðu í Føroyum í 2003, og um orsøkina, ið hevur verið nevnd sum grundgevingin fyri at sovjetisku sjófólkini ikki vildu fara av skipinum. Eisini eru eitt nú fleiri stutt tíðindabrot um fiski og sjóvinnu í 1982, eins og ein stutt frásøgn um harðmæltar menn, tá grindaformaður skuldi veljast í Havn. Av øðrum hendingum, ið verða umrøddar í hesari sendingini um árið 1982, er eitt nú at politiska støðan er sera spent, svimjihøllin í Havn verður tikin í nýtslu, hvønn týdning nýggju útvarpshúsini hava havt fyri útvarpsskránna og sendingarnar, nú seinra byggistig verður tikið í nýtslu í 1982, og Per á Hædd fer til verka sum reklamufotografur. Í sendingini hoyra vit Johnsigurd Johannesen, Hilmar Kass, Jógvan Sundstein, Paula Ellefsen, Óla Breckmann, Mikkjal Olsen, Jógvan Ranghamar, Trygva Johansen, Poul Mohr, Birgir Danielsen, Martin Mouritsen, Leif Láadal, Per á Hædd, Niels Juel Arge, Petur Frederik Rosing, Jógvan Arge, Karin Joensen, Gunnar Hoydal, Christian Risager, Birgir Enni, eins og brot úr einari ørgrinnu av útvarpssendingum frá áttati og nítiárunum, alt kryddað við tónleikabitum frá 1982. Í dag hoyra vit 16. part av jólakalendaranum Konan, ið varð lítil sum ein teskeið . Sara Kadefors og Alf Prøysen eiga handritið. Hetta er ein jólakalendari, sum vit hava fingið frá svenska barnaútvarpinum. Týtt úr svenskum hava Erla Zachariasen, Guðrið Rubeksen og Karin Djurhuus. Jonna F. Mortensen er vertur. Eisini ber til at lata lúkur upp á kringvarp.fo, síggja mynd og hoyra søgu. Finnur Hansen ger ljóðmyndina og Páll Danielsen leikstjórnar. Í dag hoyra vit 15. part av jólakalendaranum quot Konan, ið varð lítil sum ein teskeið quot . Sara Kadefors og Alf Prøysen eiga handritið. Hetta er ein jólakalendari, sum vit hava fingið frá svenska barnaútvarpinum. Týtt úr svenskum hava Erla Zachariasen, Guðrið Rubeksen og Karin Djurhuus. Jonna F. Mortensen er vertur. Eisini ber til at lata lúkur upp á kringvarp.fo, síggja mynd og hoyra søgu. Finnur Hansen ger ljóðmyndina og Páll Danielsen leikstjórnar. Allir grannarnir hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri vórðu hoyrdir, áðrenn kommunan tók avgerð um at fylla út í bátahylin, so Varðin Pelagic kann vaksa frystigoysmluna. Og eingin hevði viðmerkingar til ætlanina. Tí varð farið undir arbeiðið, sum hevur skund, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri. Á heimasíðu sínari skrivar Pf. Varðin, at felagið hevur selt fyri hálva milliard krónur í ár. Umleið 100 milliónir krónur eru farnar til hýrur og lønir. Harav hevur Varðin Pelagic á Tvøroyri goldið 25 milliónir krónur í lønum, og 350 fólk eru í starvi í samtakinum. Tá eru undirveitarar, bæði í Suðuroynni og norðanfyri, ikki tiknir við. Kristina Bærendsen gav sína fyrstu fløgu út tann 22. novembur í ár. Longu eftir tveimum vikum var fyrsta upplagið á 3000 eintøk útselt. Í sendingini verður millum annað eisini sagt frá nýggjum og komandi føroyskum útgávum. Frostfelt fer á konsertferð uttanlands í januar mánað í 2013, men ætlandi verður eisini gjørligt at hoyra bólkin í Føroyum seinni næsta ár At umvæla Smyril og leiga annað skip ímeðan kostar tilsamans 13,5 milliónir krónur, og leigukostnaðurin fyri Norrønu er fýra milliónir krónur Norrøna fer at sigla fyri Smyril frá 18. februar til 21. mars. Siglt verður á Vág, har tveir pullartat skulu gerast, so Norrøna fær ligið har. Hoyr samrøðu við Boga Mortensen, stjóra á Strandferðsluni, í útvarpstíðindunum. Tilfeingisgjaldið, sum samgongan ætlar at leggja á makrelin næsta ár, kann gera tað trupult hjá øðrum skipabólkum enn nótaskipunum at sleppa fram at makrelinum. Tað halda Edva Jacobsen og Alfred Olsen úr Sambandsflokkinum. Løgtingið viðgjørdi í gjár uppskotið hjá landsstýrinum um tilfeingisgjald á makrel. Í dag hoyra vit 14. part av jólakalendaranum quot Konan, ið varð lítil sum ein teskeið quot . Sara Kadefors og Alf Prøysen eiga handritið. Hetta er ein jólakalendari, sum vit hava fingið frá svenska barnaútvarpinum. Týtt úr svenskum hava Erla Zachariasen, Guðrið Rubeksen og Karin Djurhuus. Jonna F. Mortensen er vertur. Eisini ber til at lata lúkur upp á kringvarp.fo, síggja mynd og hoyra søgu. Finnur Hansen ger ljóðmyndina og Páll Danielsen leikstjórnar. Ivi verður nú sáddur um ætlaða Skúladepilin í Marknagili. Tinglimurin hjá Sjálvstýrisflokkinum mælir til at nýta einar 200 milliónir krónur til at bøta um verandi miðnámsskúlar í Havn, og síðani at nýta restina av játtaða peninginum til at menna Fróðskaparsetrið. Kann skúlin ikki byggjast fyri játtanina, eigur nýggj ætlan at verða gjørd í Marknagili, sigur tinglimur hjá Fólkaflokkinum. Út er komin nýggj bíbliuorðabók, sum Jóhannes Haraldsen 1931 1994 í Sandavági hevur skrivað. Bíbliuorðabókin er 929 blaðsíður. Í bókini eru 82.873 leitorð og tilvísingar. Ungur fór Jóhannes Haraldsen at skriva handrit til stóra bíbliuorðabók. Hann skrivaði alt handritið við hond uml. 1500 blaðsíður. Í arbeiðinum við bíbliuorðabókini brúkti hann Bíbliuna í týðing eftir J. Dahl og K.O. Viderø. Amy Tausen, hevur arbeitt við orðabókini í nógv ár, og Amy var í útvarpsstovuni og greiddi frá The Hobbit An Unexpected Journey er filmur, sum Peter Jackson hevur leikstjórnað. Hetta er fyrsti av trimum filmum, sum byggja á bókina The Hobbit eftir J. R. R. Tolkien frá 1937. Føroyar skulu knýtast saman í eitt el kervi við kaðali, soleiðis at Suðuroyggin og Sandoyggin koma upp kervið á meginøkinum. Á henda hátt kunnu Suðuroyggin og Sandoyggin gerast vindorkuframleiðandi øki, sigur Finn Jakobsen, stjóri á framleiðsludeildini hjá SEV. SEV fer at brúka tríggjar milliónir krónur næsta ár til forkanningarnar, sum skulu gerast í sambandi við ætlaninia. Ongar avmarkingar vera í ognarviðurskiftunum í norsku alivinnuni. Tað hevur stjórnin hjá Jens Stoltenberg, forsætisráðharra, boðað frá. Eftir galdandi lóg hevur einki einstakt felag kunnað átt meiri enn 25 prosent av norsku alivinnuni, men nú verður eingin avmarking. Føroyingurin Ragnar Joensen, sum er stjóri í Marine Harvest Norway, sigur, at virksemið í vinnuni fær størri týdning enn ognarsskapurin. Greinarar vænta, at Marine Harvest fer at økja virksemið í Noregi, men Ragnar Joensen sigur, at tað fer neyvan at ávirka virksemið í Føroyum. Tú skalt eta tey epli tú sjálv hevur velt, sigur orðatakið. Hetta er eisini galdandi fyri ferðslutrygd. Tann ávirkanin, sum foreldur hava á síni børn er tí ein týðandi lutur á leiðini móti nullhugsjónini. Foreldur ávirka børn og ung á ymsan hátt, líka frá meiri ella minni tilvitað at virka sum fyrimyndir, til beinleiðis at vegleiða børnini ella tosa um atferð í ferðsluni. Kanningar vísa, at foreldur sum fyrimyndir hava meiri at týða fyri hugburð og atferð hjá børnum og ungum, enn teirra vinfólk. Í ársins seinasta ferðslutátti umrøða Brynhild Høgnadóttir frá Ferðslutrygd og Jan Fossaberg frá ferðslupolitinum tann avgerandi leiklutin, ið foreldur sum fyrimyndir hava fyri síni børn. Í dag hoyra vit 13. part av jólakalendaranum quot Konan, ið varð lítil sum ein teskeið quot . Sara Kadefors og Alf Prøysen eiga handritið. Hetta er ein jólakalendari, sum vit hava fingið frá svenska barnaútvarpinum. Týtt úr svenskum hava Erla Zachariasen, Guðrið Rubeksen og Karin Djurhuus. Jonna F. Mortensen er vertur. Eisini ber til at lata lúkur upp á kringvarp.fo, síggja mynd og hoyra søgu. Finnur Hansen ger ljóðmyndina og Páll Danielsen leikstjórnar. Hóast serfrøðingar, stovnar og fakfeløg ávara harðliga ímóti at stongja Landsbankan, so verður hann stongdur kortini. Men í staðin fyri at taka bankan av á Nýggjárinum, mælir ein meiriluti í Fíggjarnevndini til at stongja hann 1. apríl í næsta ár. Reaksjónirnar eru ógvusligar, og ein eyðgleiðari rópar hetta fyri onki minni enn fasistoidar ætlanir hjá Fíggjarmálaráðnum. Í útvarpsstovuni eru Bill Justinussen, Kristina Háfoss og Uni Arge. Tey fyrstu jólini eitur nýggj bók, sum Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur, hevur skrivað. Høvundurin sigur um bókina, at talan eru um eina søgukritiska viðgerð av føðisøgum Jesusar. Í útvarpsstovuni eru komnir høvundurin, Hans Andrias Sølvará, og gudfrøðingurin, Høgni Johannesen. HOYRIÐ MEIRA Í SJÓNARHORNINUM Í útvarpsstovuni eru Bill Justinussen, Kristina Háfoss og Uni Arge. Tey fyrstu jólini eitur nýggj bók, sum Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur, hevur skrivað. Høvundurin sigur um bókina, at talan eru um eina søgukritiska viðgerð av føðisøgum Jesusar. At skifta orð um nýggju bókina eru komnir Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur og høvundur, og Høgni Johannesen, gudfrøðingur. HOYRIÐ MEIRA Í SJÓNARHORNINUM. Marknagilsdepilin er ein tungur burður, og seinastu metingarnar vísa, at depilin fer at kosta 520 millónir krónur, sum eru 70 millónir fleiri, enn løgtingið hevur játtað. Kortini væntar Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, at farast kann undir Marknagilsdepilin í vár. Hann sigur, at stórur tørvur er á deplinum, sum eftir ætlan skal verða liðugur í 2016. Umframt at svara brævi frá lurtara, fer Magnus eisini at greiða frá muni á kolhydrattørvi, og hví munun er á tørvi hjá fólki, ið venja, í mun til fólk, ið ikki venja. Oddvør lærir okkum at gera dunnusalat til jóladøgurðaborðið, og vit spola tíðina aftur til leygardagin, tá fyrsti landsdysturin í styrki varð hildin. Skúlaleiðslan í Stranda skúla broytti í summar karakterirnar hjá fleiri næmingum soleiðis, at karakterirnir blivu munandi betri. Lærarin gav fleiri næmingum 03, tí teir møttu ikki til undirvísing, men leiðslan gav teimum eitt 9 tal. Málið er endað í Mentamálaráðnum, og lærarin, Magnus Aðalsteinsson, vil hava at vita frá Mentamálaráðnum, um tað, sum skúlaleiðslan hevur gjørt, er í lagi. Hann kennir seg tiknan av ræði. Hans Petur Jacobsen, skúlastjóri, vil ikki gera viðmerkingar til málið. Arbeiðið at finna sparingar í byggiætlanini fyri Marknagilsdepilin heldur fram, og enn er ógreitt, nær farast kann undir byggingina. Í løtuni er støðan tann, at verkætlanin er 70 milliónir krónur dýrari enn verklagslógin ásetir. Tað upplýsti Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, fyri tinginum í dag. Hann sigur, at byggjast má fyri peningin, sum er til taks. MEST er meira enn skipasmiðjan í Havn, men á gongutúrinum verður dentur lagdur á skipasmiðjuvirksemið í høvuðsstanum. Abbi Mouritz, Kjartan Mohr, legði lunnar undir virksemið, tá byrjað varð í Skarpholinum í tríatiárunum. Men eisini onnur fólk hava setti sína fingramerki á Tórshavnar Skipasmiðju og gera tað framvegis. Mouritz Mohr byrjaði sum smiðjulærlingur í 1980, síðani varð hann útbúgvin maskinmeistari, fór at sigla, og seinni tók hann við álitisstørvum á Tórshavnar Skipasmiðju, sum í dag er partur av Mest samtakinum. Mouritz Mohr bleiv stjóri í Mest í 2010. Hóast partafelagið Nota kastar saman við Inpact í nýggja grannskoðarafelagið Januar, sleppur Nota ikki undan sakarkravinum frá Fíggjarligum Støðufesti. Fíggjarligt Støðufesti hevur stevnt Nota, tí Nota var grannskoðari hjá gamla Eik Banka. Tað er ikki fyri at renna undan stevningini, at Nota legði saman við Inpact, sigur stjórin í Nota, Hans Laksá. Nota heldur fram, tí felagið kann ikki strikast, so leingi tað hevur eitt sakarkrav móti sær. Nota eigur einki í nýggja felagnum, Januar, men eigarar í Nota eiga í Januar, sigur Hans Laksá. Gissur Patursson hevur verið virkin innan føroyskan tónleik í yvir 40 ár, hóast hann hvørki er tónleikari, sangari ella sangskrivari. Hin vegin er hann kendur sum íverksetari, fyriskipari, útgevari og DJ, men fyrst og fremst er Gissur Patursson ein eldsál innan føroyskan tónleik. Stuttfilmurin Summarnátt hjá Sakaris Stórá skrivaði føroyska filmssøgu í gjárkvøldið, tá filmurin vann fyrsta føroysku filmsvirðislønina nakrantíð, Geytan. Við Geytanum fylgdu 25.000 krónur. Áskoðararvirðislønina vann listafilmurin Mist hjá Anniku á Lofti. Við áskoðaravirðislønini fylgdu eisni 15.000 krónur, ið Tórshavnar Býráð læt. Í dag hoyra vit 11. part av jólakalendaranum quot Konan, ið varð lítil sum ein teskeið quot . Sara Kadefors og Alf Prøysen eiga handritið. Hetta er ein jólakalendari, sum vit hava fingið frá svenska barnaútvarpinum. Týtt úr svenskum hava Erla Zachariasen, Guðrið Rubeksen og Karin Djurhuus. Jonna F. Mortensen er vertur. Eisini ber til at lata lúkur upp á kringvarp.fo, síggja mynd og hoyra søgu. Finnur Hansen ger ljóðmyndina og Páll Danielsen leikstjórnar. Hetta er ein gomul upptøka, men tað gera hana als ikki verri fyri tað. Nógv foreldur munnu helst kenna hoyrispælið aftur frá tí tey vóru lítil. Eingin Dimmalætting var at fáa í handlunum í gjár, og hon verður heldur ikki fáa til keyps í dag. Men tað ber til at lesa blaðið á netinum. Støðan rakar serliga okkara haldarar, sigur Árni Gregersen, ábyrgdarblaðstjóri á Dimmalætting. Blaðið er í samráðingum við Prentmiðstøðina um at taka samstarvið um prentingina uppaftur. Mikukvøldið 5. januar hevði Als alment evniskvøld, har fýra kvinnur løgdu fram. Tær greiddu frá, hvat tær gera ella hava gjørt, fyri at fáa peningin at røkka, tá ein antin er á Als løn, ella er stakur forsyrgjari, ella bæði tvey. Eftir fyrilesturin hittu vit tvær teirra. Onnur er Maria Brøðraberg, sum hevur verið stakur uppihaldari og eitt annað tíðarskeið arbeiðsleys við fýra børnum. Í dag starvast hon sum leiðari fyri kundatænastuna hjá Posta. Hin er Siri Tórgarð, ið hevur upplivað frá degi til dags at hava alt, til brádliga ikki at hava ráð til nakað sum tannáringur. Í dag er hon stakur uppihaldari við tveimum børnum og dagligur leiðari á Reyða Krossi. Harafturat verður prátað við Bergtóru Høgnadóttir, sum er útbúgvin sosialráðgevi og starvast sum kveikjari hjá Arbeiðsloysistryggingini. Fleiri milliónir til rakstur og íløgur, men kortini verður hallið nógv minni, enn landsstýrið skeyt upp. Minnilutin í Fíggjarnevndini, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi, sigur seg kunna fáa hallið í fíggjarlógini heilt niður í 153 milliónir næsta ár. Millum annað skulu fleiri pengar í umferð, men so má skattalættin vendast á høvdið. Hoyr samrøðu við Aksel V. Johannesen, sum er sjálvur triði í minnilutanum í Fíggjarnevndini. Tilfeingisgjaldið upp á 120 milliónir krónur ger, at meirilutin í Fíggjarnevndini minkar hallið á fíggjarlógini næsta ár 136 milliónir krónur Tað ger meirilutin, hóast eingin veit, um nakar makrelur verður fiskaður næsta ár. Og lógin um tilfeingisgjaldið er hvørki viðgjørd ella samtykt enn. Fíggjarnevndin hevði 13 fundir um fíggjarlógaruppskotið. Onnur viðgerð og atkvøðugreiðslan um fíggjarlógina fyri 2013 verða á tingfundinum í morgin. Hoyr samrøðu við Bárð á Steig Nielsen, formann í Fíggjarnevndini, í útvarpstíðindunum. Nógv fleiri bilar eru seldir í ár enn í fjør, og bilasølan plagar at vera ein góð ábending um, at tað gongur væl búskaparliga í landinum. Men so einfaldur er veruleikin ikki, sambært Sigurdi Poulsen, landsbankastjóra. Hóast bilasølan er vaksandi, eru føroyingar yvirhøvur varnir við at brúka pengar. Fríðhild Debes gevur eisini góð ráð um, hvussu lættast kann um hjá hundi nýggjarsaftan. Harumframt verða fleiri sms spurningar frá lurtarum svaraðir. Flogførini hjá Atlantsflogi er fullsett hetta til jóla. Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi, sigur, at fleiri ætla sær heim loftvegis á jólum í ár enn undanfarin ár. At Airbus flogfarið ikki flýgur fyribils ger tað eisini truplari at fáa ferðaseðil. Støðan rakar eisini fyritøkur, sum hava føroyingar í arbeiði um allan heim. Ein teirra er Faroe Offshore, sum hevur 100 fólk til arbeiðis. Í dag hoyra vit 11. part av jólakalendaranum quot Konan, ið varð lítil sum ein teskeið quot . Sara Kadefors og Alf Prøysen eiga handritið. Hetta er ein jólakalendari, sum vit hava fingið frá svenska barnaútvarpinum. Týtt úr svenskum hava Erla Zachariasen, Guðrið Rubeksen og Karin Djurhuus. Jonna F. Mortensen er vertur. Eisini ber til at lata lúkur upp á kringvarp.fo, síggja mynd og hoyra søgu. Finnur Hansen ger ljóðmyndina og Páll Danielsen leikstjórnar. Kári Poulsen fekk blóðtøpp í hjartað, meðan hann var og spældi badminton. Tá hann hevði fingið viðgerð og vandin varð hasaður av, komu tilveruspurningarnir. Livi eg eitt fult og satt lív Gevi eg mær stundir til tað, sum veruliga hevur týdning Í dag sigur Kári seg liva eitt betri lív. Umrøtt verður millum annað, um tað er rættari at geva bót fyri ólógligan fiskiskap. Í summar mistu nøkur skip veiðiloyvið fyri ólógligan fiskiskap, men tað hevði við sær, at manningarnar mistu hýru. Enn er eingin avgerð tikin, men Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hellir til at varðveita skipanina, har skip missa veiðiloyvið. Endurmyndir myndir eftir William Heinesen lat upp í Gallarí Stephansson Hús 24. november og endar 19. desember. Burturav inniheldur framsýningin litklipsmyndir eftir William Heinesen, ið til dømis eisini gjørdi pastellmálningar. Í einari yrking sigur William, at alt er støðugt skilt sundur, men kortini æviga samangreipað og tað er tað henda framsýningin snýr seg um, har listamaðurin serliga greinar Williamsa kvinnur. Sofus D. Poulsen segði seg sakna karikaturklippini, sum William gjørdi av kendum havnafólkum og vónaði, at tey koma við eina aðru ferð, eins og pastellirnar verða tað. Miðflokkurin tekur ikki við at játta hálvafjórðu millión krónur til raksturin á fíggjarlógini næsta ár. Tað staðfestir Jenis av Rana, floksformaður. Miðflokkurin fer at gera alt fyri at steðga játtanini, men flokkurin slítur ikki samgonguna av hesum málinum. Í dag hoyra vit 10. part av jólakalendaranum quot Konan, ið varð lítil sum ein teskeið quot . Sara Kadefors og Alf Prøysen eiga handritið. Hetta er ein jólakalendari, sum vit hava fingið frá svenska barnaútvarpinum. Týtt úr svenskum hava Erla Zachariasen, Guðrið Rubeksen og Karin Djurhuus. Jonna F. Mortensen er vertur. Eisini ber til at lata lúkur upp á kringvarp.fo, síggja mynd og hoyra søgu. Finnur Hansen ger ljóðmyndina og Páll Danielsen leikstjórnar. Kjartan Hoydal hevur arbeitt nógv uttanlands og ikki minni saman við útlendingum. Hann letur væl at teimum ymsu størvunum, hann hevur havt í millumtjóða felagsskapum og stovnum, bæði í Keypmannahavn, London og Føroyum. Her fór hann úr starvinum sum fiskivinnustjóri, tá nýggjur bygnaður varð gjørdur í Tinganesi. Eitt av størvunum har var at ferðast kring landið at gera nakað við grundadrápið. Tað eydnaðist væl at skipa tað betur, og tey áhaldandi mótmælini uttan úr heimi tagnaðu. Í dag hoyra vit 9. part av jólakalendaranum quot Konan, ið varð lítil sum ein teskeið quot . Sara Kadefors og Alf Prøysen eiga handritið. Hetta er ein jólakalendari, sum vit hava fingið frá svenska barnaútvarpinum. Týtt úr svenskum hava Erla Zachariasen, Guðrið Rubeksen og Karin Djurhuus. Jonna F. Mortensen er vertur. Eisini ber til at lata lúkur upp á kringvarp.fo, síggja mynd og hoyra søgu. Finnur Hansen ger ljóðmyndina og Páll Danielsen leikstjórnar. Í dag hoyra vit fimta part av jólakalendaranum Konan, ið varð lítil sum ein teskeið . Sara Kadefors og Alf Prøysen eiga handritið. Hetta er ein jólakalendari, sum vit hava fingið frá svenska barnaútvarpinum. Týtt úr svenskum hava Erla Zachariasen, Guðrið Rubeksen og Karin Djurhuus. Jonna F. Mortensen er vertur. Eisini ber til at lata lúkur upp á kringvarp.fo, síggja mynd og hoyra søgu. Finnur Hansen ger ljóðmyndina og Páll Danielsen leikstjórnar. Kringvarp Føroya hevur eina serstøðu, tí tað er ein public service stovnur. Tí fær fíggjarliga trongdi stovnurin nú játtaðar 3,5 milliónir krónur á fíggjarlógini at framleiða tilfar fyri, so fólk fáa líkinda tilfar aftur fyri kravda kringvarpsgjaldið. Tað sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, sum ger greitt, at játtanin til Kringvarpið merkir ikki, at aðrir almennir stovnar kunnu koma til landsstýrið og biðja um pengar nú. Óvist er, nær Airbus flogfarið flýgur aftur eftir skaðan, sum flogfarið fekk í Kastrup í gjárkvøldið. Ein beltisvognur skamfílaði ein bjálka í lastarúminum, tá flogfarið varð fermt. Skaðin er so mikið álvarsamur, at neyðugt verður at umvæla bjálkan, áðrenn flogfarið flýgur aftur. At Airbussurin hevur fingið skaða, darvar flogferðsluna í dag. Hoyr Magna Arge, stjóra í Atlantsflogi, í útvarpstíðindunum. Á øðrum sinni fer felagið Føroysk Miðlafólk at heiðra bestu journalistisku avrikini í árinum. Tað verður gjørt við fimm heiðurslønum, sum ein dómsnevnd ger úrskurð um. Miðlaheiðurslønirnar 2012 verða handaðar síðst í januar 2013. Í fjør var ein heiðursløn nevnd Besti Dekningur, men hon dettur burtur. og tann stóra Winther heiðurslønin kemur í staðin. Hon er uppkallað eftir Niels Winther, sum var tann fyrsti føroyski journalisturin, ið tordi at finnast at yvirvøldini á prenti. Hoyr meira um hetta í samrøðuni við Georg L. Petersen, journalist, og nevndarlim í Føroyskum Miðlafólkum. Helvtin av børnum bera bíbilsk nøvn, og hin helvtin hevur norrøn nøvn. Anna, Maria, Petur og Hans eru best umtóktu nøvnini. Og okkum dámar væl at kalla upp. Tað er niðurstøðan í eini høvuðsritgerð um føroysku navnalógina, sum Diana Skoradal hevur latið úr hondum. Í dag hoyra vit sjeynda part av jólakalendaranum Konan, ið varð lítil sum ein teskeið . Sara Kadefors og Alf Prøysen eiga handritið. Hetta er ein jólakalendari, sum vit hava fingið frá svenska barnaútvarpinum. Týtt úr svenskum hava Erla Zachariasen, Guðrið Rubeksen og Karin Djurhuus. Jonna F. Mortensen er vertur. Eisini ber til at lata lúkur upp á kringvarp.fo, síggja mynd og hoyra søgu. Finnur Hansen ger ljóðmyndina og Páll Danielsen leikstjórnar. Jóhan Herlon í Kálvalíð tosar um bøkur, ið hann antin lesur ella ætlar at lesa. Mest er tað søguligt tilfar, harav nógv er føroyskt. Jóhan Herlon sigur okkum frá hending, tá turkar tóku 30 hvalbingar við sær og kongur varð dringin inn í tilburðin. Jóhan Herlon í Kálvalíð Jacobsen dámar sera væl gamla enska málformin modern english. Tað verður neyvan ókeypis at koyra ígjøgnum undirsjóvartunlarnar, tá lánini eru goldin aftur. Tað sigur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í samferðslumálum. Skal raksturin av undirsjóvartunlunum takast av somu kontu sum landsvegakervið annars, verða pengar ikki eftir til neyðugar nýíløgur og at vðlíkahalda vegakervið. Tí verða bummgjøldini helst galdandi, eisini eftir at tunnilsfeløgini hava rindað lánini aftur. Sambært galdandi lánsavtalu hevur partafelagið Vágatunnilin goldið lánið til Íleggingargrunnin aftur um ársskiftið 2016 17. Næsta ár verður greitt, um áhugi er millum privatar at byggja og reka tunnilin millum Havnina og Skálafjørðin. Innlendismálaráðið hevur bílagt eitt prospekt, sum verður liðugt fyrsta dagin. Tað verður grundarlagið undir útbjóðingartilfarinum. Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, væntar, at felagið fær loyvi at reka tunnilin í 20 30 ár, tá hann verður latin landinum. Hetta skal tó ásetast nærri í samráðingunum. Løgtingið skal heimila landsstýrismanninum at gera avtalu við privatar um at byggja og reka Skálafjarðartunnilin. Tá dómurin varð sagdur í nevingatinginum fyrrapartin, varð ikki upplýst, hvussu stórur sakarkostnaðurin er. Men Milan Kolovrat er dømdur at gjalda sjey fólkum, millum annað døtrum hjá Dánjali Peturi Hansen, knappliga 700.000 krónur í endurgjaldi. Nøgd við dómin Linda Hesselberg, ákæri, kravdi 16 ára fongsul. Men hon er nøgd við dómin. Anfinn V. Hansen, verji, sum kravdi 12 ára fongsul, er heldur ikki ónøgdur. Nevningarnir og sorinskrivarin vóru samdir um um døma Milan Kolovrat 14 ára fongsul, og at hann skal vísast av landinum med alla. Tænastustigið á farleiðini til Suðuroyar er alt ov vánaligt. Tað var støðan, tá løgtingið í gjár viðgjørdi ferðaætlanina hjá Smyrli. Kristin Michelsen, tingmaður og borgarstjóri á Tvøroyri, setti Johan Dahl fyrispurning um túratalið, nú tað frættist, at tann eini túrurin, sum er tikin úr ferðaætlanini í vetur, kemur ikki aftur í ferðaætlanina í summar. Ágangurin á kristin úti í heimi er stórur, millum annað í Egyptalandi, Norðurnigeria og Irak. Og her heima eru eisini rembingar í hesum døgum. Nýtt Tvørkirkjuligt bíbliufelag er stovnað, atfinningarsom bók er komin út, ið sáar iva um Jólaevangeliið, og samstundis er nýtt nýggjatestamenti komið út. Vit hava Sjúrð Højgaard í útvarpsstovuni, har vit tosa um nýggju umseting hansara úr King James Bíbliuni. Í seinna parti í Sjónarhorninum eru gudfrøðingarnir, Bergur Debes Joensen, sóknarprestur, og Jógvan Zachariasen, pastorur, gestir í útvarpsstovuni. Teir gera viðmerkingar til samrøðuna við Sjúrð Højgaard um Nýggjatestamenti, teir tosað um bíbliu umsetingar sum heild, og nomið verður eisini við støðuna hjá kristnum úti í heimi í hesum døgum. Hoyrið meira í Sjónarhorninum Í dag hoyra vit fimta part av jólakalendaranum Konan, ið varð lítil sum ein teskeið . Sara Kadefors og Alf Prøysen eiga handritið. Hetta er ein jólakalendari, sum vit hava fingið frá svenska barnaútvarpinum. Týtt úr svenskum hava Erla Zachariasen, Guðrið Rubeksen og Karin Djurhuus. Jonna F. Mortensen er vertur. Eisini ber til at lata lúkur upp á kringvarp.fo, síggja mynd og hoyra søgu. Finnur Hansen ger ljóðmyndina og Páll Danielsen leikstjórnar. 33 ára gamli kroatin, ið er dømdur sekur í at hava dripið og beint fyri Dánjali Peturi Hansen, Pidda, hevur nú váttað, at Piddi er dripin og líkið tveitt á sjógv. Men hann hevur ikki sagt nakað um, hvør hevur gjørt tað. Hetta kom fram í rættinum seinnapartin. Rættarfundurin, har partarnir skulu grundgeva fyri sínum revsikrøvum, er ikki liðugur enn. Hoyr Høgna Djurhuus úr rættinum. Enn er ógreitt, hvussu stór ríkisveitingin úr Danmark verður næsta ár. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, sigur seg vóna, at hetta er greitt, áðrenn fíggjarlógaruppskotið kemur til endaliga viðgerð. Hann svaraði í dag einum munnligum fyrispurningi frá Kristinu Háfoss úr Tjóðveldi. Kokkurin Leif Sørensen ummælir tvær pannur, eina bíligari teflon pannu, og eina dýrari Green Pan. Eisini greiðir Leif frá, hvat vit eiga at hugsa um, tá vit keypa pannur. Fit leggur eisini leiðina fram við jólaborðhaldi hjá fyritøku, sum borðreiður við soltnum jóladøgurða. Privat verkstøð, sum eru góðkend at umsýna akfør, ið hava fingið krossar, sleppa ikki sýna bilar. Tað staðfestir Kári P. Højgaard, landsstýrismaður. Hann hevur ikki álit á, at privatu verkstøðini kunnu gera sýnsarbeiði fyri sama prís sum Akstovan Í løtuni koyra 11.000 ósýnað akfør á føroysku vegunum. Tí arbeiðir Kári P. Højgaard við at fáa økt játtanina til Akstovuna, ella at strika avlopskravið hjá stovninum, sum í løtuni er 1,2 milliónir krónur Í dag hoyra vit sjeynda part av jólakalendaranum quot Konan, ið varð lítil sum ein teskeið quot . Sara Kadefors og Alf Prøysen eiga handritið. Hetta er ein jólakalendari, sum vit hava fingið frá svenska barnaútvarpinum. Týtt úr svenskum hava Erla Zachariasen, Guðrið Rubeksen og Karin Djurhuus. Jonna F. Mortensen er vertur. Eisini ber til at lata lúkur upp á kringvarp.fo, síggja mynd og hoyra søgu. Finnur Hansen ger ljóðmyndina og Páll Danielsen leikstjórnar. Tað er vert at royna eina kvotuskipan, heldur enn fiskidagaskipanina. Tað segði Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, tá aðalorðaskifti var í tinginum um fiskivinnuna í gjár. Byrja við upsanum Hann heldur, at byrjast kann við upsafiskiskapinum, tí har ikki nógv av øðrum fiski uppií. Bill Justinussen sigur, at onnur lond hava kvotuskipan, og vit vita ikki, um ein slík skipan er verri ella betri enn fiskidagaskipanin. Greitt er, at tað stendur ikki væl til hjá flotanum undir Føroyum, nú fiskidagaskipanin hevur staðið sína roynd í 18 ár, sigur Bill Justinussen. Hóast játtanin til Suðuroyar Sjúkrahús í krónum er hækkað við 400.000 krónum, sum tað einasta av sjúkrahúsunum, fer framvegis ein millión krónur at vanta í, skal virksemið á sjúkrahúsinum vera á sama stigi sum í ár. Tí verður nú arbeitt við at umskipa vaktarskipanina á Suðuroyar Sjúkrahúsi, so peningur kann sparast. Tað upplýsti Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, tá hann svaraði einum munnligum fyrispurningi í tinginum í dag. Hilmar Høgenni greiðir frá søguligum viðurskiftum, persónum og samfelag. Hann sigur okkum, hvør bygdi fleiri av húsunum í Tinganesi, umframt nakað um dagsins virksemi. Millum annað hoyra vit um umvælingarnar í Eysturstovu, og hvussu gamli prestagarðurin verður nýttur í dag. Hilmar Høgenni arbeiðir sum deildarleiðari við kommunumálum í Innlendismálaráðnum. Harumframt hevur hann stóran áhuga fyri søguligum viðurkskiftum og er góður frásøgumaður. Mánadagin 10. desember eru 10 ár síðan at tunnilin varð tikin í nýtslu. Meðalferðslan gjøgnum tunnilin nú er 600.000 akfør um árið. Seinasta árið, ferjusamband var um Vestmannasund, vórðu umleið 100.000 akfør flutt um sundið. Men longu fyrsta árið eftir, at Vágatunnilin hevði latið upp, vóru 350.000 akfør. Síðani lá tað um eina hálva millión, og seinastu trý árini hevur tað ligið beint undir 600.000 akfør um árið. 1600 um dagin 1600 akfør koyra í Vágatunlinum um dagin, og hagtølini vísa eisini, at ferðslan er tengd at árstíðini og ferðingini um flogvøllin. Mesta ferðslan er í summarhálvuni, serliga í august. Henda mánaðin í fjør koyrdu 2000 akfør um dagin í Vágatunlinum. Vetrarmánaðirnar liggur ferðslan um 1400 akfør um dagin. Lidnir at gjalda um fýra ár Vágatunnilin kostaði 295 milliónir krónur, tá hann var liðugur 10. desember í 2002. Góðar 160 milliónir eru fíggjaðar úr landskassanum, og 135 milliónir krónur eru lán. P.f. Vágatunnilin verður liðugur at gjalda lánið aftur um ársskiftið 2016 17, men enn er ógreitt, um tað verður ókeypis at koyra í tunlinum, tá lánið er goldið, sigur Uni Danielsen, stjóri í Vágatunlinum. Stendur tað til løgmann, skulu fólk gjalda meira í barnapengum. Tey, sum búgva einsamøll saman við børnum, fáa alt ov lítið av pengum frá fyrrverandi makanum, sigur Kaj Leo Holm Johannensen, løgmaður. Hann fer nú at kanna møguleikarnar at hækka barnagjaldið. Hugskotið fekk hann, tá hann las faldaran frá átakinum Í menniskjum góður tokki . Barnagjaldið er í ár 1056 krónur um mánaðin fyri børn undir 18 ár. Í dag hoyra vit fimta part av jólakalendaranum Konan, ið varð lítil sum ein teskeið . Sara Kadefors og Alf Prøysen eiga handritið. Hetta er ein jólakalendari, sum vit hava fingið frá svenska barnaútvarpinum. Týtt úr svenskum hava Erla Zachariasen, Guðrið Rubeksen og Karin Djurhuus. Jonna F. Mortensen er vertur. Eisini ber til at lata lúkur upp á kringvarp.fo, síggja mynd og hoyra søgu. Finnur Hansen ger ljóðmyndina og Páll Danielsen leikstjórnar. Í dag hoyra vit vælkenda ævintýrið hjá H.C.Andersen Mishátti dunnuungin. Vár Berghamar Jacobsen leggur til rættis og sigur frá. Pauli Magnussen setti saman Klokkan 13 fór tingið undir orðaskiftið um frágreiðingina, sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur lagt fram. Hon hevur yvirskriftina Fiskivinnulóggávan endurskoðan og nýskipanir. Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, heldur, at hagtøl, mál og mið vanta í upplegginum frá Jacobi Vestergaard. Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, eftirlýsir sjónarmiðini hjá serkunnleikanum. Borgarin fær nú betri møguleikar at fylgja við, hvat samgongan ger og avrikar. Tað sigur løgmaður, sum saman við av samgonguni hevur gjørt ein avrikslista. Listin varð lagdur fram á tíðindafundi í morgun. Andstøðuflokkarnir halda ikki, at samgongan hevur so nógv at reypa av. Her ber til at síggja avrikslistan Havi ein fimm ára gamlan son, sum er ógvuliga upptikin av deyðanum . Hann spyr ofta um tað at verða deyður, um fólk, sum eru deyð, og at onkur mamma, pápi, omma, abbi mugu ikki doyggja. Er tað vanligt fyri børn í hesum aldrinum at gerast upptikin av hesum evninum. Havi onkuntíð hoyrt um børn, sum fáa deyðsangist . Tað vil siga, at tey til dømis ikki vilja fara frá foreldrunum, ikki vilja leggja seg, tí tey eru bangin fyri at doyggja. Nýggja Kærleikskúlan varð avdúkað á hátíðarløtu í Listasavni Føroya í morgun. Zacharias Heinesen hevur sniðgivið føroysku Kærleikskúluna 2012 Kærleikin er sum sólin. Kærleikskúlan er heilt serstøk. Hon er framleidd í avmarkaðari nøgd og er munnblást, og tí eru allar ymiskar. Fyrsta eintakði av Kærleikskúluni 2012 varð ognað Leilu Solmunde, post mortem. Við hesum vil stýrið fyri Dugna heiðra Leilu Solmunde, sálu, fyri ta lívsjáttandi vón, hon gav øllum, ið bera brek. Leila Solmunde var ein eldsál, sum er og verður lívslivandi í samfelagi okkara. Hetta er fjórðu ferð, at Dugni ger Kærleikskúluna. Vegirnir eru skitnir, salt verður stroytt, og ringt er at halda bilin reinan. Sofus Hansen, bilkønur sigur, at tað er umráðandi at brúka reint vatn at vaska bilin við og at vaska bilin minst einaferð um vikuna. Mjólkavirki Búnaðarmanna fær minni av mjólk, og broytist støðan ikki, fer virkinum at tróta mjólk. Tað kann verða neyðugt at hækka prísin, sigur stjórin, Hákun Steingrímsson. Bøndurnir eru illa fyri fíggjarliga, millum annað tí at fóðurprísurin er hækkaður. Landsstýrismaðurin í búnaðarmálum hevur sett ein arbeiðsbólk at koma við uppskoti um átøk, sum kunnu bjarga vinnuni. Hann skal koma við tilmæli um tveir mánaðir. Á Mjólkarvirkinum merkja tey væl, at bøndurnir eru verri fyri. Teir hava ikki so nógva mjólk at lata, og tað gongst verri at gjalda rokningar. Útreiðslurnar hjá Havsbrún hækka meiri enn eina millión krónur, nú SEV á nýggjárinum hækkar elprísin 11 oyru fyri kilowatt tíman. Havsbrún er eitt av stóru virkjnum, sum nýtir nógva orku, og kappingarførið versnar munandi, nú elprísurin hækkar, sigur Odd Eliasen, stjóri í Havsbrún. Føroya Arbeiðsgevarafelag sigur, at streymprísurin hjá vinnufyritøkum fer at hækka meiri enn 16 prosent næstu tvey árini, og stóri íløgutørvurin hjá SEV næstu 3 4 árini bendir neyvan á, at vinnan kann vænta sær kappingarførar prísir í bræði, siga arbeiðsgevararnir. Í dag hoyra vit fjórða part av jólakalendaranum Konan, ið varð lítil sum ein teskeið . Sara Kadefors og Alf Prøysen eiga handritið. Hetta er ein jólakalendari, sum vit hava fingið frá svenska barnaútvarpinum. Týtt úr svenskum hava Erla Zachariasen, Guðrið Rubeksen og Karin Djurhuus. Jonna F. Mortensen er vertur. Eisini ber til at lata lúkur upp á kringvarp.fo, síggja mynd og hoyra søgu. Finnur Hansen ger ljóðmyndina og Páll Danielsen leikstjórnar. Rógvi Andrias Fossádal arbeiddi sum fíggjarleiðari í privatu vinnuni í Danmark, og seinastu tvey árini hevur hann eisini verið fíggjarleiðari hjá Rúsdrekkasølu Landsins. Sum ein av 30 søkti hann starvið sum stjóri fyri Rúsuna og fekk tað. Frammanundan hevði hann verið virkandi rúsustjóri í tveir mánaðir. Hann er 45 ára gamal og útbúgvin cand.merc. Nú eru nakrir dagar síðan, at SMS tendraði Jólabýin, men tann stóra jólabyrjanin í høvuðsstaðnum var um vikuskiftið. Serliga leygardagin, tá handlarnir í Gomu jól í Havn lótu upp og jólatræið varð tendrað. Og tað var eisini leygardagin, at vit vóru úti við mikrofonini og bóðu jólunum at vera vælkomnum. Prát eru við Onnu Mariu Olsen, Hans Paula Tórgarð, Bjørt Samuelsen, Karin Meyer, o.o. Høgni Johannesen er giftur kvinnu úr Pakistan. Hann sigur frá, hvussu tey hittust og hvussu er at búgva í Pakistan. Hann hevur eina mastergrad í religión og ætlar sær at lesa víðari um søguliga Jesus. Eisini er hann eldhugaður fyri apolegetikki trúarverja. Tað verður munandi dýrari at fáa bilin sýnaðan, sleppa privatar fyritøkur fram at bileftirlinum. Tað sigur Jákup Jacobsen, stjóri á Akstovuni. Hann vísir til prísirnar í grannalondum, har góðkendar privatar fyritøkur sýna bilar. Men Sámal av Reyni, stjóri í Reyni Service, vísir hesum aftur. Tað verður ikki dýrari, vissar hann um. Hóast 11.000 akfør áttu at verðið boðað til sýn, men bíða eftir at sleppa framat á Akstovuni, er tað framvegis tann, sum eigur akfarið, ið hevur ábyrgdina av, at tað er í lógligum standi. Tað sigur Brynhild Høgnadóttir, dagligur leiðari á Ráðnum fyri Ferðslutrygd. Akstovan megnar ikki at sýna øll akfør, tí stovnurin skal spara. Tað heldur Sámal av Reyni, stjóri í Reyni Service, nú Akstovan ikki megnar at halda tørn at sýna bilar. Bíðilistin hevði horvið við, um fyritøkur sleppa framat, sigur hann. Eitt vánaligt hugskot, heldur Jákup Jacobsen, stjóri á Akstovuni. Akfør eiga at verða sýnað á einum óheftum stovni, sigur hann. Í Danmark og øðrum norðurlondum sýna góðkendar privatar fyritøkur bilar. Nú viðgerðin í rættinum er liðug, eru nevningarnir farnir at tosa um sektarspurningin. Sambært reglunum kunnu fimm nevningar biðja rættarformannin um at útgreina okkurt nærri, og tí skal rættarformaðurin verða tøkur alla tíðina. Jógvan Páll Lassen, advokatur, sigur, rættarformaðurin skal siga sína hugsan um málið, og tað gjørdi hann eisini, tá nevningarnir fingu leiðbeining fyrrapartin. Hann heldur, at tað, sum er komið fram í málinum, ger, at tað gongur ikki long tíð, til nevningarnir koma til eina niðurstøðu. Hoyr samrøðu, sum Ingi Samuelsen gjørdi við Jógvan Páll Lassen í útvarpsstovuni. Peningastovnarnir fáa nú greið boð frá politikarunum um at halda rentunum á sama stigi sum londini uttan um okkum. Annars fáa teir rokning frá landsstýrinum, krónu fyri krónu, sigur formaðurin í Fíggjarnevndini hjá løgtinginum. Tryggingarfeløgini eiga ongan lut í, at rentan hækkar, og tí sleppa tey undan hægri lønarhæddarvgjaldi. Tann, sum ger, at útreiðslurnar hjá landinum vaksa, skal eisini gjalda fyri tað, sigur Bárður Nielsen, formaður í Fíggjarnevndini. Mjólkarbøndurnir eru um at missa vónina, og tað er trupult at fáa fólk í vinnuna. Fóðurprísirnir eru hækkaðir, og vinningurin er ov lítil. Tað sigur forkvinnan í Bóndafelagnum, Anna Rubeksen. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur sett ein arbeiðsbólk, sum longu um tveir mánaðir skal koma við uppskoti um, hvussu mjólkarvinnan kann bjargast. Millum 50 krónurog 100 krónir hava fólk at liva fyri, sum søkja um hjálp frá Í menniskjum góður tokki, sigur Annlis Bjarkhamar, stigtakari til Í Menniskjum Góður Tokki. Tay, sum hava søkt, fáa svar í seinasta lagi 20. desember. Í dag hoyra vit fyrsta part av jólakalendaranum quot Konan, ið varð lítil sum ein teskeið quot . Sara Kadefors og Alf Prøysen eiga handritið. Hetta er ein jólakalendari, sum vit hava fingið úr Svøríki. Finnur Hansen ger ljóðmyndina og Páll Danielsen leikstjórnar. Nú eru vit komin til triðju lúku og triðja part av jólakalendaranum. Søgan er um konuna, ið varð lítil sum ein teskeið. Páll Danielsen leiksjórnar og Finnur Hansen er tøkningur Av øðrum hendingum, ið verða umrøddar í hesari sendingini um árið 1981, er eitt nú støðan í millumlandasiglingina, nú vetrarsiglingin hjá Smyrli heldur uppat, Sjómannafelagið verður stovnað, farið verður undir royndarflúgving við tyrlu, Meginfelag teirra Brekaðu í Føroyum verður stovnað, musikkapping millum popbólkar er í SMS, og gongugøtan í Havn verður umrødd. Vit hoyra Ronald Reagan, Sigmund Poulsen, Johnsigurd Johannesen, Jógvan Jespersen, Jógvan Sundstein, Paula Ellefsen, Atla Dam, Erlend Patursson, Juel Jacobsen, Jacob Lindenskov, Asbjørn Joensen, Adolf Hansen, Olaf Olsen, Tummas Arabo, Jóan Paula Sørensen, Albert Mortensen, Dánjal Jákup Jacobsen, Irinu Joensen, Atla Jensen, Jón Rasmussen, Herman Winther, Páll Horn, Agga í Garðastovu, Karl Andreasen, Birgir Danielsen, Paula Reinert Hansen, Árna Olafsson, Jákup Sverra Joensen, Mogens Markussen, Kjartan Hoydal, Tony Strøm, Jórun Eið, Boga Godtfred, Poul Michelsen, Gissur Patursson, Lise Østergaard, Niels Juel Arge, Vagnur Michelsen, Caritu Bjørklund, og Barbaru á Tjaldrafløtti. Av øðrum hendingum, ið verða umrøddar í hesari sendingini um árið 1981, eru eitt nú støðan í millumlandasiglingina, nú vetrarsiglingin hjá Smyrli heldur upp at, Sjómannafelagið verður stovnað, farið verður undir royndarflúgving við tyrlu, Meginfelag teirra Brekaðu í Føroyum verður stovnað, musikkapping millum popbólkar er í SMS, og gongugøtan í Havn verður umrødd. Anna Maria og Ingvi Ragnarsson úr Klaksvík valdu at ættleiða sonin Pravin úr India, hóast hann var ov tíðliga føddur, tí tey væntaðu, at hann fór at koma fyri seg. Í dag er drongurin 10 ár og illa sjúkur. Kjartan Hoydal kom aftur til Føroya sum fiskifrøðingur í 1971. Í fyrstani varð nógv gjørt við at fáa upplýsingar um fiskastovnarnar undir Føroyum, samstundis sum arbeitt varð politiskt við at minka um bretska fiskiskapin. Kjartan stovnaði saman við øðrum Fólkafylkingina móti EEC og var virkin í orðaskiftinum at tryggja føroyingum rættin til at ráða yvir tilfeinginum, ið endaði við 200 fjórðinga fiskimarkinum í 1977. Hann metir eisini um, hvussu Føroyar vóru fyrireikaðar til hesa stóru broyting í lívsumstøðum. Í dag hoyra vit annan part av jólakalendaranum quot Konan, ið varð lítil sum ein teskeið quot . Sara Kadefors og Alf Prøysen eiga handritið. Hetta er ein jólakalendari, sum vit hava fingið frá svenska barnaútvarpinum. Týtt úr svenskum hava Erla Zachariasen, Guðrið Rubeksen og Karin Djurhuus. Jonna F. Mortensen er vertur. Eisini ber til at lata lúkur upp á kringvarp.fo, síggja mynd og hoyra søgu. Finnur Hansen ger ljóðmyndina og Páll Danielsen leikstjórnar. Í samband við at stjórin í Rás 2, Jonhard Hammer, hevur bjóðað rásina hjá sær fram til at gera public service, var kjak um hetta evnið. Harafturat var hugt nærri at sjónvarpssendingunum, Allah er stórur og Spískamarið. Hoyr sendingina her SEV hækkar streymprísin fimm oyru kilowatt tíman 1. januar. Príshækkingin hevur við sær, at hvørt húsarhald fer at rinda 250 krónur meiri um árið. Tað varð samtykt á eykaaðalfundi í SEV í dag. Ídnaðarvirkir skulu eisini rinda meira. Hjá virkjum, ið brúka meira enn 20.000 kilowatt tímar, verður hækkingin 11 oyru í 2013, og í 2014 hækkar streymprísurin fimm oyru afturat. Elveitingareftirlitið hevur góðkent hækkingarnar. Raksturin fer at javnviga SEV hevur í fleiri ár havt hall, men við hesi príshækkingini fer raksturin at javnviga. Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, sigur, at skal SEV skal røkka sínum málum, serliga viðvíkjandi grønari orku, sum er bíligari, er alneyðugt at fáa javnvág í raksturin. Hann væntar tó ikki, at prísurin fyri vanlig húsarhald hækkar aftur í 2014. Fleiri valstøð til løgtings og fólkatingsval eru so smá, at tað er ein demokratiskur trupulleiki, sigur Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin. Hann heldur, at eitt mark má vera fyri, hvussu lítið eitt valstað kann vera. Helgi Abrahamsen vil eisini hava at vita, um landsstýrið hevur hugsað um møguleikan at broyta valskipanina soleiðis, at atkvøðurnar á minstu valstøðunum verða taldar saman við einum størri valstaði. Tora ikki at velja øðrvísi Í fleiri bygdum tora fólk ikki at velja annan flokk enn tann, tey eru von at velja. Gera tey tað, veit alt bygdarfólkið, hvør hevur atkvøtt øðrvísi, enn viðkomandi plagar. Hetta vil Helgi Abrahamsen hava broytt. Hann fer at spyrja Kára P. Højgaard um málið, tá munnligir fyrispurningar verða í tinginum mikudagin. Ein møguleiki, so Akstovan fær betri umstøður at sýna fleiri bilar, er at hækka gjøldini fyri nummarplátur og aðrar tænastur. Tað sigur landsstýrismaðurin í Innlendismálum, Kári P. Højgaard. Akstovan megnar ikki at halda tørn, tá ið ræður um at sýna bilar. Síðani trý fólk vórðu uppsøgd á stovninum í 2010, er talið á bilum, sum ikki sleppa til eftirlit, Í løtuni bíða fleiri enn 11.000 akfør eftir at sleppa til eftirlit á Akstovuni. Trupulleikin má loysast, sigur Kári P. Højgaard, sum roynir at útvega fígging til ið hvussu er eitt sýnsfólk afturat. Bilarnir, sum koma tileftirlit á Akstovuni, eru í verri standi, tí so langt er millum sýnini. Støðan er um at gerast hættislig, sigur Búgvi Apol, er leiðari á sýnsdeildini á Akstovuni. Fleiri enn 11.000 bilar, sum áttu at verið til eftirlit, eru ikki slopnir framat enn. Orsøkin er, at Akstovan hevur ov fáar sýnsmenn, tí sparitiltøk vórðu sett í verk í 2010. Síðani er bíðirøðin støðugt longd. Millum akførini, sum ikki eru sloppin til eftirlit, eru 41 bussar og fleiri enn 300 lastbilar. Meginfelag Føroyskra Studenta harmast, nú tað er greitt, at kassin hjá ALS framvegis verður læstur fyri fólk, sum júst eru liðug við sína útbúgving. Løgtingið feldi í gjár uppskotið hjá Javnaðarflokkinum um at loyva fólki í Arbeiðsloysisskipanina beint eftir, at tey eru liðug at lesa. Samgongan feldi uppskotið, tí tað í staðin fyri kann vera partur av arbeiðssetninginum hjá arbeiðsbólkinum, sum landsstýrismaðurin í vinnumálum er í gongd við at seta fyri at fáa tey ungu at flyta aftur til Føroya og minka fráflytingina úr Føroyum. Teitur Vágadal, næstformaður í MFS, sigur, at millum 300 og 400 føroyingar verða lidnir við sína útbúgving á hvørjum ári, bæði uttanlands og í Føroyum Og tey, sum eru uttanlands, høvdu komið heimaftur, høvdu tey havt møguleika at sloppið í ALS fyrstu tíðina, sigur hann. Palestinar fegnast, nú ein stórur meiriluti av limalondunum hevur samtykt at geva Palestina eygleiðarastøðu í ST. 138 av teimum 193 limalondunum atkvødu fyri. Níggju atkvøddu ímóti, teirra millum USA og Ísrael, og 41 lond atkvøddu ikki. Palestina fær við samtyktini somu støðu sum eitt nú Vatikanið hevur, men ikki l limaskap í ST. Heini í Skorini, stjórnmálafrøðingur, við Miðeystri sum sergrein, heldur, at Palestina hevur vunnið ein ímyndarligan sigur í ST. Hoyr samrøðu við hann í utvarpstíðindunum. Rættartrygdin hjá ákærdum fólkum í Føroyum er nógv verri enn í Danmark. Tað segði verjin hjá tí ákærda í Pidda málinum, sum í dag greiðir nevningunum frá, hví hann heldur, at tann ákærdi maðurin eigur at verða frídømdur. Maðurin noktar seg sekan í øllum, hann er ákærdur fyri. Mikudagin fingu nevningarnir at vita, hví ákærin heldur, at maðurin skal dømast. Í prosedurini, sum vardi í sjey tímar, legði ákærin øll prógvini hjá ákæruvaldinum fram. Hóast líkið ikki er funnið, er niðurstøðan hjá ákæranum tann, at Piddi er deyður, og at ákærdi maðurin drap hann. Hoyr Høgna Djurhuus úr rættinum. Hóast aldumátararnir verða kannaðir annað hvørt ella triðja hvørt ár, so sigur Landsverk, at eftirlitið kostar 350.000 krónur um árið. Aftrat tí vil Fiskiveiðieftirlitið hava 150.000 krónur um árið fyri at taka aldumátararnar upp, og seta teir út aftur. Tað upplýsti Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í løgtinginum, tá hann fekk ein fyrispurning frá Edvu Jacobsen, løgtingskvinnu úr Sambandsflokkinum, hví bert tveir aldumátarar eru við Føroyar, í staðin fyri teir fýra, sum vanliga hava verið. Kári P. Højgaard segði seg fara at taka málið upp við Jacob Vestergaard, landsstýrismann, sum hevur ábygdina av Fiskiveiðieftirlitinum. Strandferðslan leitar eftir einum skipi, sum skal sigla til Skúvoyar fyri Sildberan. Sildberin er í so ringum standi, at hann kann illa nýtast á farleiðini. Tað kom fram í løgtinginum, tá Høgni Hoydal, løgtingsmaður, spurdi Johan Dahl, landsstýrismann um Sildberan. Og landsstýrismaðurin var bersøgin, tá hann svaraði. Ovin Klein Olsen er í dag komin væl fyri seg. Hóast Ovin Klein Olsen er sjónveikur, so undirvísir hann 20 næmingum í gittarspæli. Eisini heldur Ovin Klein Olsen javnan fyrilestrar um lív sítt Ikki er tað stuttligt, at gerast óvninir, men Haraldur hevru sagt nakað sera særandi við sín besta vin, og angrar tað nógv. Kanska omman kann hjálpa honum, at koma burturúr støðuni Alt bendir á, at játtanin til eldraøkið fer ikki at halda í ár. Orsøkin er fyrst og fremst røktarheimini. Petra Johnsdóttir Joensen, stjóri í Almannaverkinum, hevur biðið leiðararnar fyri røktarheimini greiða frá, hvussu ætlanin er at spara, tað sum eftir er av árinum. Starvsfólk, sum starvast í eldraøkinum, millum annað sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar, hava bert fingið grundløn hesaferð, tí peningur er ikki til meirtímar og yvirtíð. Tí er útgjaldið steðgað, til greiði er fingin á fíggjarligu støðuni. Starvsfólk í almannaverkinum hava henda seinasta mánaðin bara fingið sína grundløn, og tímarnir, sum tey hava arbeitt eyka, eru hildnir aftur. Boðini frá Almannaverkinum eru, at peningur er bara til grundlønina. Hetta rakar serliga limirnar í Heilsurøktarfelagnum og Heilsuhjálparfelagnum, sum ikki sleppa at arbeiða fulla tíð, og tí dúva upp á nakrar eyka tímar um mánaðin, so lønin verður at liva fyri. Hoyr samrøðu við Majbritt Mohr, forkvinnu í Heilsurøktarafelagnum, sum var gestur í útvarpsstovuni hjá Jákupi Boga Joensen. Hvussu trygga vit okkum móti, at útlendska virksemið hjá føroyskum fíggjarstovnum ikki koppar øllum stovninum, og at søgan um Eik samtakið ikki endurtekur seg Tann spurningin setti Kristina Háfoss í Tjóðveldi í tinginum í gjár. Hon svaraði sjálv, at føroyska virksemið og útlendska virksemið eiga at vera atskild. Landsstýrið bíðar eftir einari danskari nevnd var svarið, hon fekk frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum. BankNordik er til dømis nakrar milliardir størri enn øll framleiðslan hjá føroyska samfelagnum, segði Kristina Háfoss í løgtinginum. Vit eru mitt í myrkastu tíðini. Klokkan hálvgun fýra er tað sum um onkur hevur sløkt ljósið, og enn eru tríggjar vikur til stytsta dag. Sum bilførari hvøkkur tú ofta við, tá tú varnast nærum ósjónlig fólk til gongu í skýming ella myrkri. Hetta kemst av, at føroyingum dámar væl at ganga í svørtum og dimmum litum. Tá er ringt sum bilførari at sígga fólk, sum fara yvirum vegin ella har sum eingin gongubreyt er. Brynhild Høgnadóttir frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd og Jan Fossaberg frá Ferðslupolitinum viðmerkja. Barbara á Tjaldrafløtti, forkvinna í RFB, greiðir frá Altjóða Handikappdegnum, ið hildin verður í Norðurlandahúsinum sunnudagin. Hon sigur eitt sindur um hvønn mun slík tiltøk gera, og at Føroyar eru komnar við á heimasíðuna hjá ST. Nert verður eisini við skránna fyri dagin í Norðurlandahúsinum. Ein fyrilestur verður við donskum paralympiskum heiðursmerkjavinnara, annað er við føroyingi, ið ber brek frá føðing, og landsstýriskvinnan Annika Olsen setur stevnuna. Danska løgreglan fer næsta ár at gera kanningararbeiðið munadyggari fyri at stytta tíðina, ið fólk sita varðhaldsfongslað.Og hetta verður eisini galdandi í Føroyum, sigur Peter Thaysen, sjefpolitiinspektørur. Funnist hevur verið at Danmark, tí at ákærd sita ov leingi varðhaldsfongslað. Í Føroyum er einki yvirlit yvir, hvussu leingi fólk sita varðhaldsfongslað. Reglurnar um varðhandsfongsling eru annars strangari í Danmark enn í Føroyum. Ikki galdandi í Føroyum Har mugu fólk ikki varðhaldsfongslast meira enn eitt ár, uttan at talan er um heilt serligar umstøður. Hetta markið er ikki galdandi í Føroyum, tí hesin parturin av rættargangslógini er ikki dagførdur her hjá okkum. Rættargangslógin verður í løtuni dagførd í Føroyum, og umhugsað verður at hava somu reglur um varðhaldsfongsling sum í Danmark, segði Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, við útvarpið herfyri. Haraldur er í ringum hýri, og omman varnast, at honum tørvar hjálp. Ikki er tað stuttligt at koma til at siga nakað ið særir við sín besta vin. Nógv stríð stóðst um ognirnar hjá føroysku sjúkrakassunum, tá hesir vórðu niðurlagdir, og Heilsutrygd sett á stovn. Hvat varð av av teimum 24 milliónunum í reiðum peningi, sum sjúkrakassarnir áttu, spyrja vit millum annað. Er føroysk mentan og list í álvarsligari kreppu Ella er tað bara í lagi, at minka almenna stuðulin til mentan so nógv, at trupult verður hjá seriøsum fólki at fáa nakað munagott burturúr Mentanin, sum londini kring okkum meta eins høgt og eitt gott heilsuverk Ein veruleiki er tað í hvussu er, at stuðulin til føroyska mentan bara minkar. So nógv, at føroysk listafólk í løtuni boykotta almenn tiltøk. Ein hin týdningarmesti brikkurin í almenna mentanarstuðlinum er Mentunargrunnur Landsins. Vit spyrja millum annað, um skipanin við Mentanargrunnin eigur at broytast. Hoyri meira í Sjónarhorninum Føroyska málið er fyri hóttafalli, tí vit bara lata standa til, samstundis sum børn og ung ogna sær vitan og undirhald á enskum. Tað sigur Vár í Ólavsstovu, studentaskúlalærari. Hon sigur, at soleiðis hevur lagið verið í mong ár, og eingin hevur roynt at vent gongdini. Nú teldilin er á veg inn í skúlan, má hann fáa føroyskt innihald, sigur Vár í Ólavsstovu. Umframt at Magnus svarar lurtara, kemur Janus Gunnarsson í útvarpsstovuna, at greiða frá, hví hann ilskast inná fólk, ið leggjast undir skurð, fyri at lætna 20 30 kilo. Hann vil vísa, at tað væl letur seg gera at lætna hesi áleið 30 kg. bert við at eta sunnari og røra seg. Fyrstu 12 vikurnar er hann longu 18 kg. lættari. Okkara kvinnur skulu eisini vigast fyri allarsíðstu ferð. Tó fáa tær einn hvøkk, tá tær fáa eina síðstu avbjóðing. Og at enda, ætla vit eisini at náa framvið hjá kókikonuni Oddvør Skarðhamar, sum fer at vísa okkum, hvussu vit gera vatnmelón salat. At Sjóvar kommuna hevur gjørt av at keypa næmingum og lærarum í Stranda skúla teldlar iPaddar er ein kollvelting í skúlaverkinum, heldur Stig Elttør, KT vørður og lærari á Ósáskúlanum í Klaksvík. Men størsta avbjóðingin verður at menna føroyska málið, tí teldlarnir duga bara enskt, og kanska eitt sindur av donskum, sigur hann. Góða úrslitið í triðja ársfjórðingi hevur við sær, at oljufelagið hækkar metingina og úrslitið fyri alt árið. Avlopið í triðja ársfjórðingi var 56 milliónir krónur, og tøki peningurin er nú slakar 300 milliónir krónur Tá skuldin er drigin frá, eigur Atlantic Petroleum góðar 200 milliónir krónur Ben Arabo, stjóri, sigur, at alt hevur gingið eftir vild. Linda Hesselberg, ákæri, hevur í dag sína proseduru í rættinum, har hon roynir at sannføra nevningarnir um síni sjónarmið. Ákærin segði, at politiið ivast ikki í, at ákærdi maðurin ætlaði at drepa Pidda. Hann fór inn í húsini á Gerðisvegi við tí endamáli at beina fyri honum, segði Linda Hesselberg. Nevningarnir hava fingið átta høvuðsspurningar, sum teir skulu svara ja ella nei. Svara teir nei, verða 54 undirspurningar settir teimum aftaná, millum annað um Visa kortini, sum maðurin eisini er ákærdur fyri at hava misbrúkt. Hoyr Høgna Djurhuus úr rættinum Jógvan Arge greiðir mest frá húsasøgu og virksemi útvarpsins og samanber fortíð og nútíð. Liljan Weihe, tíðindaleiðari, greiðir frá tíðindaøkinum, Súni Selfoss, savnsleiðari, sigur frá savninum, Jensina Olsen bjóðar innar í stovuna, har sjónvarpssendngin Ding Ding Pippting verður gjørd. Harumframt hoyra vit Eyðfinn Jensen og Carsten M. Arnskov greiða frá tøkni, og tíðindafólkini Jákup Bogi Joensen, Bergljót D. Hentze, og Johnsigurd Johannesen siga frá sínum arbeiði. Eingin útlendingur fer í framtíðini at kunna eiga meira enn 20 prosent í føroyskari alifyritøku. Hinvegin verður slakað nakað í upprunaligu krøvunum um, hvat tilknýti nevndarformaður og stjóri skulu hava til føroyska samfelagið. Vinnunevndin hevur lagt fram álit til uppskotið um at avmarka útlendska ognarskapin í alivinnuni. Meirilutin umboðini hjá Sambandsflokkinum, Fólkaflokkinum, Sjálvstýrisflokkinum og Janus Rein tekur undir við tí leisti, sum Vinnumálaráðið ætlar at leggja fyri alivinnuna. Minnilutin umboðini hjá Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum heldur, at lógaruppskotið røkkur ikki endamálinum, og mælir tí til, at allir flokkar á tingi í felag viðgera grundleggjandi lóggávuna undir føroysku alivinnuni. Pensjónsviðurskiftini hjá fiskimanninum skulu betrast, og mist rættindi skulu vinnast aftur eitt nú skulu óljuútreiðslurnar hjá fiskimonnum strikast. Og reiðarafelagið eigur at verða endurstovnað. Tað heldur Sakaris Zachariasen, sum bjóðar sitandandi formanni av á formansvalinum í Fiskimannafelagnum í næstum. Hann heldur, at tað er óheppið fyri Fiskimannafelagið, at felagið ikki hevur havt nakran sáttmálapart at samráðast við, síðani Reiðarafelagið fór í dvala. Formaðurin Hans Eli Hansen og næstformaðurin Gudmund Jacobsen greiða frá viðurskiftunum. Millum annað siga teir, at neyðugt er at øll standa saman um træseglskipini, eisini land og kommunur. Støða skal nú takast til framtíðina hjá meira enn hundrað ára gamla Reiðarafelagnum. Tað kann tykjast løgið, at reiðarar í okkara høvuðsvinnu ikki eru savnaðir í einum felag, sigur Poul Hansen, nevndarlimur í Reiðarafelagnum, sum meira ella minni hevur ligið í dvala í hálvt annað ár. Sáttmálarnir millum manningarfeløgini og reiðararnar innan ymsu skipabólkarnar fara úr gildi á nýggjárinum. Poul Hansen dugir ikki at siga, um tað verður eitt samlað reiðarafelag, ið fer at standa fyri samráðingunum. Ein teldil, ella tað, sum fleiri kenna sum millum annað iPad, verður framtíðar arbeiðsamboðið í Stranda skúla. Sjóvar kommuna hevur játtað 700.000 krónur, so allir næmingar og lærarar fáa hvør sín teldil. Borgarstjórin í Sjóvar kommunu, Artur Johansen, heldur nýggju íløguna verða verda hvørja krónu, tí KT í undirvísingini er framtíðin, og neyðugt er at fylgja við, sigur hann. Føroyingar kunnu læra av íslendingum, tá tað snýr seg um integrasjón. Tað heldur landsstýrismaðurin í innlendismálum, Kári P. Højgaard, sum fríggjadagin fer til Íslands á fund við íslendska starvsbróður sín, Øgmund Jónasson. Har fer Kári P. Højgaard at kunna seg um, hvussu íslendingar hava integrerað útlendingar, sum flyta til íslands. Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, bakkar nú í málinum útgjaldingar í sambandi við nýggju forsorgarlógina, sum kemur í gildi um árskiftið. Tann bólkurin, sum skuldi missa mest, fær 900 krónur meira um mánaðin, og tey, sum hava fleiri børn, fáa eisini eitt bústaðarískoyti. 600 fólk vera rakt, nú forsorgarlógin verður broytt. Dagur amp Vika fer í søguna sum tíðindasending, men útvarpstíðindini halda fram óbroytt. Hinvegin verður mentanin niðurraðfest. Tað sæst í uppskotinum, sum stýrið fyri Kringvarpið hevur latið Mentamálaráðnum, nú Kringvarpið skal spara, og fólk skulu sigast úr starvi. Kringvarpið væntar at hava góðar 54 milliónir krónur í inntøku næsta ár og tað er væl lægri enn mett. Tí hevur stovnurin ikki møguleika at halda skyldurnar í verandi public service sáttmála, sigur Rúni Heinesen, formaður í kringvarpsstýrinum. Í næstum verða tær fyrstu 12 skurðviðgerðirnar fyri fiti gjørdar á Lndssjúkrahúsinum. Ein danskur skurðlækni skal standa fyri viðgerðini saman við Eyðfinni Olsen, skurðlækna. Nógv fólk hava staðið á bíðista í fleiri ár, tí Landssjúkrahúsið hevur einans sent eini 20 fólk av landinum um árið fyri at spara pening Nú fer hesin bíðilistin at hvørva, sigur Eyðfinnur Olsen Tað hevði verið hugaligari, um Statoil hevði boðað frá einum góðum úrsliti frá boringini á Brugduni 2, heldur enn at boringin er steðgað. Men umstøðurnar hava ikki verið til vildar, og tí verður borað aftur næsta ár. Tað sigur Johan Dahl, landsstýrismaður, sum framvegis væntar at finna olju ella gass í føroyskum øki. Eingi prógv eru fyri, at olja og gass ikki eru í føroyska økinum, sigur Johan Dahl. At bora á føroyska landgrunninum er ein stór avbjóðing, og sum støðan er, er skilabest at steðga á. Tað sigur Rúni M. Hansen, stjóri í Statoil, nú leitiboringin í brunninum Brugdan II er steðgað fyribils. Statoil, sum er fyristøðufelag, boðar í morgun frá, at nú veturin er komin, er verri veður væntandi. Útsett til næsta ár Landsstýrið hevur givið feløgunum, sum bora, útseting til árslok næsta ár. Brugdan II brunnurin er boraður til løgini undir basaltinum, men rokkið er ikki á mál enn. Brunnurin er í ein landsynning úr Føroyum. Havdýpið er 450 metrar. Borurin varð settur í tann 17.juni í ár. Boringin skuldi vera liðug hálvan november. Pallurin, sum hevur verið nýttur í leitiboringini, fer nú í norskt øki at bora. Føroysk frímerki eru sera væl umtókt í Kina. Posta hevur enn eina ferð vunnið heiðursmerki í Kina fyri frímerki. Hesa ferð fyri besta prentið fyri arkið Annika í Dímun, sum Edward Fuglø hevur teknað. Á Posta fegnast tey um heiðurin, sigur Svanbjørg Manai, leiðari á frímerkjadeildini. Bakkafrost Farming er farin at byggja eina smoltstøð aftur at henni, sum felagið longur hevur á Norðtoftum. Nýggja støðin verður deild av verandi smoltstøð, men anars verða tær óheftar hvør av aðrari. Bakkafrost hevur brúk fyri meiri smolti, og í staðin fyri at flyta inn úr Íslandi, er avgjørt at byggja nýggja smoltstøð, sum eftir ætlan verður liðug næsta ár. Nýggjan fløgan við yrkingum eftir Pól F. og løgum eftir Hanus nevnist Á Fold Eru Túsund Gudar. Prátað verður við Hanus um fløguna og hansara tilknýti til Pól F. Eisini verður nomið við onnur evni so sum uppvøkstur og Hanusar fyrstu ár sum tónleikari. Filmsverkstaðurin Klippfisk er farin at samstarva við danska filmsstovnin. 11. desember verður filmsverkstova í Norðurlandahúsinum um møguleikar og tilboð uttanlands, sum eisini kann gagna føroyskum filmsfólkum. Jákup Veyhe, formaður í Klippfiski, at sigur, at føroysk filmslist er á einum vegamóti, og tí eigur politiski myndugleikin at koma við eini ætlan. Nýggja skattaskipanin var ikki óvæntað eitt av høvuðsevnunum á landsfundinum hjá Fólkaflokkinum í Klaksvík leygardagin. Hans Kári Vang, búskaparfrøðingur, sum var ein av gestarøðarunum, sigur, at flatskatturin fær týdning fyri arbeiðsútboðið í framtíðini, tí tørvur verður á arbeiðsmegi. William Hammer er komin í starv hjá føroysku løgregluni og hevur fingið sína egnu deild í Skansahúsinum. Hann verður av danskari og bretskari fregnartænastu biðin um at finna ein skotskan veðurfrøðing, sum er horvin í Føroyum í 1970. Tað sigst, at hann var umborð á flogfarinum, sum datt niður í Mykinesi, men síðani sæst ikki farvegurin til hansara. Træðrir eru aftur til veðurmátingar í Føroyum undir 2. Veraldar bardaga og til eina stóra vinnulívs fyritøku. Fiskavirkið Tavan í Leirvík hevur gjørt royndir at gøðska makrel og sild, í eini roynd at fáa betri prís. Fyrsta royndin var at skera makrel, sum vigaði meiri enn 600 gramm, til flak, sigur Joen Magnus Rasmussen, stjóri á Tavuni. Tavan tekur ímóti gulllaksi, tá vertíðin er, men uppsjóvarfiskurin kann gerast gott ískoyti. Jensina hevur ilt í hálsinum, og orkar ikki ordiliga at gera nakað í dag. Snúti finnur sjálvur ein sang, og fortelur um eina bamsu, sum er sjúk, júst sum Jensina. Av øðrum hendingum, ið verða umrøddar í hesari sendingini um búskap og vinnulív í 1980, eru marknaðaútlitini fyri føroyskum fiskaútfluttningi, nýggja ísvirkið hjá Bacalao, roykivirkið Samfisk í Havn, nýggja flakavirkið á Strondum, og ein ørgrinna av tíðindastubbum um føroyska fiskivinnu og vinnulív alt kryddað við góðum tónleikabitum vit minnast frá 1980. Vit hoyra Johnsigurd Johannesen, Kristionnu Jespersen, Leiv Hansen, Jógvan Jespersen, Jógvan Sundstein, Niels Skak Nielsen, Birgir Danielsen, Heðin Klein, Arna Poulsen, Marner Simonsen, Sandur Danielsen, Trygva Johansen, Svend Thulesen, Óla Jacobsen, Ture Samuelsen, Kjartan Hoydal, Svend Aaga Ellefsen, Ludvíg Ryggstein, og Knút Háberg. Kjartan Hoydal varð føddur í Keypmannahavn. Familjan flutti heim eftir krígslok, og pápin fór skjótt til Klaksvíkar at standa fyri konservesvirkinum hjá Kjølbro. Fyrst í 50unum varð flutt til Havnar, men skjótt helt Karsten leiðina fram til Equador við konu og børnum. Í 1955 fóru Kjartan og brøðurnir á Sorø Akademi at ganga í skúla. Haðani gekk leiðin á lærda háskúlan í Keypmannahavn, har Kjartan leingi var sera virkin í studenta og útisetalívinum. Í dag hoyra vit seinasta part av hoyrispælinum, sum var gjørt til Barnaútvarpið í 1961. Vit endursenda hoyrispælið í samband við 100 ára haldið hjá vælkenda rithøvundanum Thorbjørn Egner. Eyðun Johannesen legði til rættis Í dag eru vit í Runavík í skúlanum við Løkin. Her ganga Legovinir, sum hava úr at gera, tí næsta vikuskifti skulu teir til Noregs at kappast. Síðani eru vit í Klaksvík her hoyra vit Steintór Rasmussen greiða frá filminum Skatturin hjá ommu Karsten Wang er byggfrøðingur, og hevur eina litla byggifyritøku, men hon kundi verið nógv størri, um hann fekk teir timburmenn, sum hann hevur brúk fyri. Í heyst hevur hann sagt arbeiði frá sær, tí hann fær ikki fólk. Fleiri timburmenn eru í løtuni uttanlands og arbeiða, eitt nú í Noregi og Grønlandi. Eitt annað, sum kann gera seg galdandi, er, at færri lærlingar í yrkinum. Nýggju myllurnar fara at væntandi at framleiða grønan orku til 3.500 húsarhald, og tær umboða átta prosent av streymframleiðsluni hjá SEV. Men málið er, at vindorkan skal umboða 24 prosent av streymframleiðsluni, um loyvi fæst at seta 13 vindmyllur upp í Húsahaga í Havn. Allir flokkar mynda nýggju býráðssamgonguna í Tórshavnar kommunu. Tað er greitt eftir tingingar í gjárkvøldið og í nátt. Nakrar nevndir verða lagdar saman, og samstundis verður ein nýggj vinnunevnd skipað. Tjóðveldi fær varaborgarstjóran, og Javnaðarflokkurin fær formanssessin í flestu nevndunum. Hoyr samrøðu, sum Sigmar Bláberg gjørdi við Heðin Mortensen, borgarstjóra, í útvarpstíðindunum. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum arbeiðir við eini ætlan um, at reiðarí skulu fáa brúks og ræðisrætt til fiskiloyvini í átta til 12 ár í senn. Vinnan fær tryggar karmar at virka undir, eisini eftir 1. januar 2018, sigur Jacob Vestergaard. Tvey evni eru í sendingini. Umframt ummæli av sangleikinum Audition, er eisini samrøða við Tórð Jóhannesarson, sum hevur skrivað ævisøgu um Hermann Jacobsen. Broytingarnar í forsorgarlógini, sum koma í gildi 1. januar, fingu ilt í fleiri tingfólk í gjár, tá Annika Olsen, landsstýriskvinna, svaraði einum ófráboðaðum fyrispurningi frá Jónu M. Mortensen. Tey søgdu, at avleiðingarnar verða nógv verri, enn tá lógin varð samtykt í vár. Eisini varð víst á, at neyðugt eru við einum fátækramarki Ein arbeiðsbólkur í Fiskimálaráðnum smíðar í løtuni eina fiskivinnunýskipan, ið skal avloysa verandi fiskivinnulóggávu, og 4. desember hevur løgtingið aðalorðaskifti um nýskipanina. Hóast landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum letur báðar møguleikar standa opnar, so hellir hann framvegis meira til fiskidagar enn kvotur. Útblakingin er so mikið stórur trupulleiki í kvotuskipanum, at vit eiga at varðveita okkara fiskidagaskipan, sigur Jacob Vestergaard. Áðrenn tey fóru heim, vildu tey gera okkurt serligt fyri børnini. Stig vórðu tikin til at savna pening inn til jólagávur til børnini. Aftur í ár verður skipað fyri innsavning. Meira um tiltakið kan síggjast á facebookbólkinum Jólagávur til Kambodja . Ein vanliga uppfatan av Seyðabrævinum hevur verið, at tað er ein rættarbót, sum varð givin Føroyum orsakað av at norsku lógirnar ikki passaðu til føroyskar umstøður, fyrst og fremst tí at Føroyar eru annarleiðis landafrøðiliga, og tí at føroyskt seyðahald hevði ment seg annarleiðis. Orsakað av hesum vendu føroyingar sær til Hákun Magnusson kong og bóðu hann um at fáa eina rættarbót. Hann vendi sær síðani til Erlend biskup og Sjúrð, løgmann í Hetlandi, at seta saman eina lóg, sum passaði betur til føroyskar umstøður. Men í nyggjari greining av Seyðabrævinum, sum Oddur á Lakjuni, søgufrøðingur við sergrein í norðurlendskari miðaldarsøgu, vísir hann á, at tað vóru aðrar umstøður og tilelvingar, enn at norsk lóg ikki passaði til føroyskar umstøður, sum vóru orsøk til, at Seyðbrævið varð skrivað. Oddur vísir á, at Føroyar høvdi, aðrenn Seyðabrævið varð skrivað, egnu lógbók viðvíkjandi seyðahaldi í Føroyum, sum virkaði væl áðrenn norsk lóg kom alment í gildi í Føroyum. Hoyr sendingin um Seyðabrævið her Tey gomlu verða glað, tá ein vitjar tey. Men royndirnar siga eisini, at tað ger einum sjálvum gott at vitja fólk, ið hava brúk fyri at práta. Eyrith Guttesen Leyni og Marin Samuelsen samskipa vitjunartænastuna í Havn. Vit hoyra tær greiða frá tørvinum og hvat tað inniber at vera vitjunarvinur. Saman við samskiparunum vóru vit eisini inni á gólvinum hjá Dinnu Dalsgarð á Argjum. Dinna er 96 ára gomul og henda dagin vit vitjaðu, var ommudóttirin Guðbjørg komin á gátt. Myndin er modellmynd. Kringvarp Føroya er á einum vegamóti. Roknskapurin hevur seinast árini givið hall, og fyrsta dagin verða millum 20 og 30 fólk verða søgd úr starvi. Longu nú er skráin skerd munandi. Spurningurin er, hvønn leiklut Kringvarp Føroya skal spæla í framtíðini. Í útvarpsstovuni eru Rúni Heinesen, formaður í kringvarpsstýrinum, Øssur Winthereig, journalistur og eyðgleiðari, Bjarni Djurholm, formaður í Løgtingsins Mentanarnevnd, og Gulla Øregaard, áhugaleikari, limur í MÁF í mong ár, og høvundi. Kringvarpið skal spara, og tað kann kostar uppsagnir. Enn er ikki greitt, hvussu nógvar uppsagnir tað fer at elva til, men eitt tal millum 15 og 30 hevur verið nevnt. Politiski myndugleikin hevur boðað frá, at Kringvarp Føoya skal klára seg sjálvt, og tí sær framtíðin hjá Public Service stovninum sera døpur út. Kringvarpið er mentanarmál og Bjarni Djurholm, fólkafloksmaður og formaður í mentanarnevnd løgtingsins, og Høgna Hoydal, formaður í Tjóðveldi og eisini limur í løgtingsins mentanarnevnd, kjakast um stovnin. Bjarni er í samgongu og Høgni í andstøðu. Hallið hjá Posta í ár verður hálva aðru millión krónur, og úrslitið er batnað fleiri milliónir samanborið við í fjør, upplýsti Johan Dahl, landsstýrismaður í tinginum í gjár. Men tingfólk vístu á, at tænastan hjá Posta er nógv versnað. Eitt nú varð valtilfar ikki borið út fyrr enn eftir kommunuvalið herfyri. Vit vóna, at avtalan millum Atlantic Airways og Atlantis Rejser merkir, at okkara limir sleppa aftur til arbeiðis Tað sigur Rúni Højgaard, formaður í felagnum Føroyskir flogskiparar og flogskipari hjá Atlantic Airways. Hann fegnast um avtaluna, sum føroyska flogfelagið hevur gjørt um at flúgva fyri Atlantis Rejser næstu tvey árini. Seks føroyskir flogskiparar hava seinastu tíðina mist starvið hjá Atlantic Airways, tí virksemið er minkað. Kann einki lova Men Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi, kann ikki lova, at føroyskir flogskiparar verða tiknir framum. Hann sigur, at avtalan við Atlantis Rejser kann verða grundarlag undir fleiri sáttmálum um flúgving fyri útlendingar, og tá verður brúk fyri meiri fólki. Hoyr samrøðu við Rúna Højgaard og Magna Arge í útvarpstíðindunum. Fyrsta fyrilesturin heldur May Britt Skoradal Jacobsen, hon er granskari á sjúkrarøktarfrøðisskúlanum á Fróðskaparsetrinum. Fyrilestur hennara kallast Er vandi fyri at 9. floks næmingar fáa Typu II Diabetes. Næsti fyrilestrahaldari er Jana Ólavsdóttir, ph.d lesandi á lærda háskúlanum í Keypmannahavn og granskari á Jarðfeingi. Fyrilesturin ber heiti Ímyndi tykkum, at Føroyar einaferð hava havt miðalhavs veðurlag. Tann triðja og seinasta fyrilesturin heldur Bjørn Kunoy, lesandi á lærda háskúlanum í París, og løgfrøðiligur ráðgevi í Uttanríkistænastuni. Fyrilesturin kallast Totalt langt úti. Hvør eigur rættin til landgrunnin har úti Sendingarnar Meg minnist verða nú tiknar uppaftur. Fyrsti gesturin hjá Jógvani Arge er fyrrverandi fiskivinnustjórin Kjartan Hoydal. Kjartan var í 10 ár stjóri í altjóða fiskivinnufelagsskapinum NEAF í London, men kom heim aftur í fjør. Tá Kjartan byrjaði í starvi á fiskirannsóknarstovuni fyrst í sjeytiárunum var ein høvuðsuppgáva at gera stovnsmetingar undir Føroyum. Hann ráðgav eisini landsstýrinum í mongum samráðingunum um fiskirættindi, sum vóru í kjalarvørrinum av 200 fjórðinga fiskimarkinum 1. januar 1977. Í dag eru vit til morgunsang í skúlanum á Ziskatrøð. Eisini hoyra vit av fløguni Her er gott at dansa , kvæðafløga, sum kemur út í næstum. Børn ymsastaðni úr landinum eru við. Heri Joensen, prestur, greiddi frá lundini uttanfyri, forkirkjuni, kirkjuskipinum, og kórinum. Harumframt greiddi hann frá søgu kirkjunar og arkitekturi. Hann segði, at forholdið millum deyðstíttleika og føðingar gerst alsamt skeivari, men í aðrar mátar læt hann væl at. Nógv fólk koma í Vesturkirkjuna. Landsstýrið leggur seg ikki út í avgerðina hjá Landssjúkrahúsinum, sum hevur spart burtur avtaluna um sjúkraflutning við Teistanum um Skopunarfjørð uttan fyri vanliga siglingartíð. Avtalan um tyrluflúgving er so mikið góð, at hon nøktar sjúkraflutningin í Sandoynna, sigur landsstýrismaðurin í heilsumálum. Men spariætlanin hjá sjúkrahússtjóranum fellur løgtingslimum úr Sandoynni fyri bróstið. Í løgtinginum fyrrapartin ávaraðu teir ímóti hesum leisti. Ein annar kostfrøðingur gevur boð uppá hvussu matarborið sær út ídag, og hvussu tað hevur sæð út hjá nógvum húsarhaldum seinastu mongu árini. Okkara kvinnur skulu vigast fyri næstsístu ferð, og so fer Oddvør Skarðhamar at læra okkum, hvussu vit gera leskiligt heimabakað rugbreyð úr millum annað havragrýni. Landsbókasavnið fær nú játtaðar 800.000 krónur til at talgilda øll tey føroysku bløðini, sum liggja á gomlum og slitnum mikrofilmum. Nú fer at bera til at sita við telduna og finna tilfar úr øllum bløðunum, sum eru á mikrofilmi. Elsa Thomsen, sum starvast í avgreiðsluni á Landsbókasavninum, sigur, at nýggja skipanin verður eitt stórt framstig. Eg havi enn ikki tikið støðu til, um eg kæri dómin fyri hægri rætt. Tað sigur Jan Allan M uuml ller, fyrrverandi stjóri í Injector Trawldoors, sum í gjár varð dømdur eitt ár og níggju mánaðar fongsulsrevsing fyri peningasvik, skjalafalsan og skattasvik. Seks mánaðir eru treytaleysir. Fólk, eldri enn 60 ár, hava sera ilt við at finna nýtt arbeiði, gerast tey arbeiðsleys. Hagtøl hjá Arbeiðsloysisskipanini vísa, at tey, sum eru eldri enn 60 ár, í meðal eru 447 dagar í skipanini. Vit noyðast at gera okkurt við hesa støðuna, sigur Ernst Jacobsen, stjóri. Spurningurin ljóðar Havi eina fýra ára gamla dóttir, sum gongur í barnagarð. Hon hevur altíð verið fitt og blíð at fáast við, men seinastu tíðina er hon viðhvørt vorðin eitt sindur ill í sær. Líkist kanska eina mest atburðinum hjá einum tannáringini. Tá hon ikki fær sín vilja, sigur hon, at hon tímur ikki at hoyra okkum foreldrini , og onkuntíð slær hon eisini, og tað plagar hon annars ikki. Ætlanin við barnasálmabókini er, at børn skulu fáa gleði av sálmunum, so teir framhaldandi kunnu gerast ein felags mentanararvur hjá komandi ættarliðum. Marna Jacobsen, ritsjóri á Bókadeild Føroya Lærarafelags, greiðr frá tilgongdini. Arktis er vorðið rættiliga spennandi fyri stórveldi, oljufeløg og reiðarí. Hetta orsakað av veðurlagsbroytingunum, sum hava við sær, at farleiðir millum Evropa og Fjareystur kunnu styttast munandi, og samstundis rúmar Arktis stór fund av olju og sjáldsomum mineralum. Her kanst tú hoyra eina samrøðu við Rasmus G. Bertelsen sum granskar í altjóða politikki á Arktiska Deplinum við Lærda Háskúlan í Aalborg. Í gjár helt hann ein fyrilestur um arktisk viðurskifti og avbjóðingar í sambandi við eitt tiltak, sum Uttanríkistænastan og Norðurlandahúsið skipaðu fyri. Granskingarlundin í Havn er ikki vorðin dýrari, enn hon skuldi vera. Fíggjarmálaráðið hevur annars biðið løgtingið um eykajáttan upp á 3,4 milliónir krónur til granskingarlundina. Men hetta er tí, at øll fimm byggistigini verða gjørd nú um eina leið, sigur Regin W. Dalsgaard, stýrisformaður í Vinnuframagrunninum. Allur peningurin verður tikin úr grunninum. Ótryggu viðurskiftini í fiskivinnuni, fyrst og fremst rætturin at fiska eftir 1. januar 2018, fær fíggingarstovnarnar at aftra seg við at fíggja flotan. Politiski váðin er í løtuni alt ov stórur, sigur John Rajani, stjóri í BankNordik, sum eftirlýsir trygg og støðug viðurskifti fyri fiskivinnuna. Tí er tað eisini neyðugt, at fíggingarstovnarnir fáa pant í veiðiloyvinum, sigur hann. Skjótt kemur nýggj fløga út við kvæðum og sangum. Fløgan eitur Her er gott at dansa . Jónleif Johannesen, lærari greiðir frá. Eisini hitta vit Fríðálv, Hallur, Anitu og Ronju, sum ganga í skúla í skúlanum á Ziskatrøð. Reportaga úr Tinghúsinum og verkstaðnum á Hjalla, har vit hitta starvsfólk og kundar. Í Tinghúsinum selja tey alskyns ting, eins og starvsfólkið umvælir alskyns ting á verkstaðnum. Tinghúsið er partur av Dugna, hvørs endamál er at styrkja um arbeiðsførleikar við mennandi arbeiðsvirksemi og útbúgving. Hóast leiðslan í Kringvarpinum hevur gjørt av at høgga bremsurnar í nú, bjarga hesi tiltøkini ikki stovninum. Hallið í ár verður 3,5 milliónir krónur, og tiltøkini fara bara at pynta úrslitið eitt sindur, sigur Dia Midjord, kringvarpsstjóri. Politiski myndugleikin vil ikki hjálpa fíggjarliga, og tí er greitt, at nógv fólk verða søgd upp. Kringvarpsstjórin væntar, at um einar 10 14 dagar verður greitt, hvussu mong starvsfólk verða eftir í kringvarpinum. Hoyr samrøðu, sum Sigmar Bláberg hevur við Dia Midjord, kringvarpsstjóra, og Solby Christiansdóttir, programmleiðara, í útvarpsstovuni. Ávaringarskipanin í Leynatunlinum klárar ikki at forða fyri, at eitt nú lastbilar koyra inn í tunnilin, tá kranin stendur uppi. Tað staðfestir Landsverk, sum samstundis ásannar, at skipanin tí kann vera ein falskur tryggleiki. Leynatunnilin er annar tunnilin í landinum, har ávaringarskipan er sett upp, sum skal steðga ov høgum akførum, áðrenn tey koyra inn í tunnilin. Minstakravið til gjaldføri hjá Landskassanum eigur at verða neyvt ásett í lógini. Tað heldur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sum vísir aftur, at tað verður spekulerað politiskt í gjaldføri landskassans. Leif Abrahamsen, stjóri á Gjaldstovuni, hevur sagt, at hvørki í verandi lóg, ella í uppskotinum um at niðurleggja Landsbankan, er minstakravið til gjaldføri hjá landinum nóg neyvt ásett. Vanliga verður sagt, at fyri hvønn alkoholikara eru í minsta lagi eini fýra fimm onnur, sum líða undir bundinskapinum, ið setur síni fingramerki á alla samveru og samskifti teirra millum, og broytir tey. Vit hoyra 16 ára gamla gentu greiða frá sínum heimalívi, har pápin hevur lítið tamarhald á rúsdrekkanýtslu síni. Eisini sigur hon okkum, hvussu tað hevur ávirkað hennara sambond við vinfólkini, og hevur fingið hana at hava skuldarkenslur. Unga gentan gongur í samrøðubólk, har hon hittir onnur í somu støðu. Hesum greiðir hon eisini frá og hvat hon fær burtur úr at ganga í samrøðubólk. Bólkurin er partur av átakinum Øll Hava Rætt Til Góð Barnaár, sum fyribyrgingarráðgevin hjá Bláa Krossi, Jóngerð Nielsen, skipar fyri. Jóngerð Nielsen greiðir sjálv frá ætlanini við Øll hav rætt til góð barnaár, og hvussu bólkarnir eru børnunum at gagni. Politiska skipanin eigur at fáa eitt samlað umsitingarligt tilmæli um, hvussu fiskiskapurin skal skipast fyri eitt fiskiár. Tað heldur stjórin á Havstovuni, Eilif Gaard. Hann skjýtur upp, at eitt slíkt tilmæli byggir á lívfrøðilig, fíggjarlig og samfelagslig atlit. Eftir galdandi skipan fær landsstýrismaðurin eitt lívfrøðiligt tilmæli frá Havstovuni, sum millum annað byggir á tilmæli frá ICES. Harafturat kemur so eitt tilmæli frá Fiskidaganevndini, sum umboðar vinnuna á sjónum. Í dag hoyra vit meira frá forskúladegnum í Sankta Frans í Havn. Her vóru forskúlabørn úr Eysturoynn og í Havn komin saman til ein stuttligan dag, við dansi, spæli og sangi Audition verður spældur í Norðurlandahúsinum í Føroyum. Miðnámsskúla og musikkskúlanæmingar spæla leik um eina talentkapping, hvørs endamál er at samansjóða ungdómin í Europga. Tað er almenna frágreiðingin hjá ES, men skjótt merkist, at bæði politisk og onnur egináhugamál hava hug at sníkja seg inn í gongdina. Í innslagnum eru nógvar samrøður, harav ein er við leikritahøvundan Dánial Hoydal. Rúni Heinesen, formaður í kringvarpsstýrinum, sigur, at støðan er álvarsom, nú tað er greitt, at politiski myndugleikin ikki vil lata stovninum eykajáttan. Vandi er fyri, at millum 15 og 30 fólk verða søgd úr starvi. Hallið í ár 3,7 milliónir krónur, og eginognin er burtur. Hoyr samrøðu við Rúna Heinesen í útvarpstíðindunum. Nýggjur borgarstjóri verður Jógvan í Skorini, sum er valdur á sama lista sum Rólant Poulsen, lista A. Jógvan í Skorini hevur gjørt av at samstarva við tey trý á lista C, og tað ber í sær, at hann fær borgarstjórasessin. Íslendingar skulu siga føroyingum, um tað loysir seg at hava fólkaatkvøðu til tess at loysa ósemjuna um stjórnarskipanaruppskotið. Landsstýrismaðurin í innlendismálum, Kári P. Højgaard, fer at spyrja íslendingar um royndirnar av at hava fólkaatkvøðu um stjórnarskipan. Hann fer um mánaðarskiftið til Íslands á vitjan, har hann fer at hitta íslendska innanríkisráðharran, Øgmund Jónasson. Íslendingar arbeiða við at broyta grundlógina, og í tí sambandi løgdu teir seks spurningar út til fólkaatkvøðu fyri einum mánaði síðan, millum annað um fólkakirkjuna og at lýsa náttúrutilfeingið sum fólksins ogn. Nú eru liðin 100 ár síðani rithøvundurin Thorbjørn Egner varð borin í heim. Í hesum sambandi senda vit hoyrispælið Fólk og dólgar í Kardumummubýnum. Leikur in er frá 1960. Hoyrispæl, ið fyrstu ferð varð sent í Barbaútvarpinum í 1961. Av øðrum hendingum, ið verða umrøddar í hesari sendingini um 1980, kunnu nevnast nýggja skúlalóggávan, Hoyvíkar Skúli og Eysturskúlin verða vígdir, útvarpshúsið verður reist, og umrøðan av sjúkrahús og røktarheimi í Klaksvík. Hoyrispæl í átta pørtum, sum Eyðun Johannesen týddi, lesur og leggur til rættis. Søgan var fyrstu ferð at hoyra í Barnaútvarpinum í 1961, og verður endursend nú í samband við, at rithøvundurin Thorbjørn Egner hevði verið 100 ár, hevði hann livað. Í Havn er ein verkstaður, ið er eitt sindur ørvísi. Talan er um Steinprent. Her er ein genta úr Kvívík í starvsvenjing, og ein dani arbeiðir júst við sínum síðstu myndum. Barnaútvarpið hevru verið framvið og tosað við tey øll. Við upptøkum úr søgusavni kringvarpsins lýsa vit politisku støðuna í 1980, eins og Jógvan Sundstein úr Fólkaflokkinum, og Vilhelm Johannesen úr Javnaðarflokkinum taka saman um politisku støðuna í 1980. Millum hendingarnar eru eisini at føroysku bryggjaríini nú kunnu bryggja sterkt øl, Mjólkavirki Búnaðarmanna fer undir mjólkaframleiðslu, og bygda og býráðsval er um landið. Vit hoyra Jógvan Sundstein, Vilhelm Johannesen, Atla Dam, Erlend Paturson, Hergeir Nielsen, Paula Ellefsen, Hilmar Kass, Adolf Hansen, Tummas Arabo, Eirik Thorvalsson, Dánjal Thomsen, Finnboga Niclasen, Christian Hansen, Líggjas Eliasen, Óla Hansen, Petur Jacobsen, Jógvan við Keldu, Martin Olsen, og Steintór Larsen. Fer nýggi borgarstjórin í Klaksvík, Jógvan Skorheim, at varðveita tingsessin, samstundis sum hann skal stjórna næststørstu kommunu í landinum Tað er ein av spurningunum, sum verða reistir, nú kommunuvalið er av. Einki í kommunustýrislógini forðar Jógvani Skorheim at røkja báðar sessirnar um Klaksvíkar býráð góðtekur tað. Serfrøðingurin greiddi nevningatinginum frá, at millumstykkið, sum varð funnið í húsunum á Gerðisvegi, stavar frá steikipannuni, sum ákæruvaldið heldur uppá, at Piddi varð sligin við. Hann segði eisini, at merkið við høvdalagið á seingini stavar frá einum luti, sum hevur sama skap sum ein panna. Hoyr Høgna Djurhuus greiða frá úr rættinum Heini O. Heinesen er til reiðar at taka við sum borgarstjóri í Kunoyar kommunu aftur. Heini O. Heinesen hevur verið borgarstjóri í Kunoy í 32 ár. Seinastu fýra árini hevur John Damberg verið borgarstjóri, og Heini O. Heinesen hevur verið varaborgarstjóri. Men John Damberg er nú fluttur til Danmarkar, og Heini O. Heinesen hevur tikið við borgarstjórastarvinum aftur. Og hann er sinnaður at halda fram sum borgarstjóri eina tíð afturat. Verður hann borgarstjóri næstu fýra árini, fer hann at seta heimsmet. Bumbulúðrarnir ýla, bumbuskýlini eru tilbúgvin, og eykahermenn verða innkallaðir. Støðan er álvarsom, og fólk eru óttafull. Tað sigur Bjørtfríð Shemesh, sum hevur búð í Ísrael í 30 ár. Hon býr í Ramat Aviv, ið er ein forstaður til Tel Aviv. Bjørtfríð var stødd í einum handilskjarna, tá bumbulúðrarnir fóru at ýla í gjár, og tey fingu boð um at fara í bumbuskýli. At Taks skal gjalda eigarunum í P.f. Vinnuni í Gøtu umleið 72 milliónir krónur, svíður hjá landskassanum. Tí hetta merkir, at hallið á fíggjarlógini verður størri, enn tað annars hevði verið. Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum. Dómurin staðfestur Landsrætturin staðfesti í seinastu viku dómin í Føroya Rætti í málinum um kapitalvinningsskattin hjá eigarunum í Vinnuni í Gøtu. Landsrætturin segði, at Taks hevði ikki heimild at krevja skatt av partabrøvum, sum eigararnir seldu til feløg hjá sær sjálvum. Dómurin hevur við sær, at Taks innan 21. november skal gjalda teimum 11 eigarunum í Vinnuni umleið 72 milliónir krónur. Landsstýrið hevur ongan møguleika at finna sparingar fyri 70 milliónir í hesum fíggjarárinum, sigur Jørgen Niclasen. Størsta drápsmálið í føroyskari rættarsøgu fær nógva umrøðu í føroysku miðlunum í hesum døgum. Pressan heldur seg ikki aftur í at endurgeva, hvat ið sagt verður í rættarsalinum. Heilt niður í smálutir, fáa lesarar, lurtarar og hyggjarar at vita, nær og hvar blóðplettir vóru funnir, nær og hvar fartelefonir vóru tendraðar og sløktar og hvussu heilt intim og privat viðurskifti vóru hjá teimum, sum verða avhoyrd. Men er tað etiskt rætt av miðlunum at kunna um hvønn smálut, sum kemur fram í rættarsalinum Tað kjakast Eirikur Lindenskov, Árni Gregersen, Liljan Weihe og Uni Arge um í útvarpsstovuni. Kringvarpið hevði ynski um at sleppa at live blogga frá rættargongdini, men tað varð noktað kringvarpinum. Hvat sigur lógin og hví hevði kringvarpið ynski um at sleppa at siga beinleiðis frá rættargongdini á heimasíðuni Og hví gjørdist heimasíðan hjá Kringvarpinum brádliga óvirkin, tá ið kommunuvalið var týskvøldið. Tekniski leiðari í Kvf er í útvarpsstovuni og greiðir frá, hvat hendi. Og havið tók eitur nýggjur dokumentarur, sum verður vísur í sjónvarpinum í kvøld. Hvat snýr hesin dokumentarurin seg um og hví gera ein slíkan dokumentar tað greiðir Jóannes Lamhauge frá, sum hevur gjørt sendingina. Og í endanum á sendingini er Høgni Djúrhuus aftur frammi við vinkulslíparnum. Hoyr sendingina her Fátakradømi í Føroyum og í menniskjum góður tokki . Annlis tosar um at fleiri føroyskar familjur eru í fíggjarligum trupulleikum. Serliga merkjast trupulleikarnir til jóla. Fíggjarnevndin hevur í skundi játtað Taks pengar at gjalda sakarmálskostnaðin til málið um kapitalvinningsskattin hjá P.f. Vinnuni í Gøtu. Talan er um góðar fimm milliónir krónur, sum skulu gjaldast innan mikudagin 21. november. Málið hevði skund, og tí játtaði fíggjarnevndin at avgreiða tað sum fíggjarnevndarskjal, sigur formaðurin í fíggjarnevndini hjá løgtinginum, Bárður á Steig Nielsen. Taks varð í farnu viku dømt at gjalda 11 eigarum í Vinnuni í Gøtu 70 milliónir krónur í sambandi við trætuna um kapitalvinningsskatt. Taks kravdi eigararnar eftir skatti fyri partabrøv, sum teir høvdu selt til onnur feløg hjá sær sjálvum. Men Eystari Landsrættur staðfesti í sínum úrskurði, at teir 11 eigararnir høvdu átt partabrøvini í so mikið langa tíð, at sølan var skattafrí. Landsrætturin staðfestir eisini, at tá felagið keypti egin partabrøv frá eigarunum í 2003, var talan um sølu av partabrøvum, og ikki um vinningsbýti, og hetta var tí skattafrítt. Politikarar kunnu spekulera í gjaldførinum, er minstakravið til gjaldførið hjá Landskassanum ikki neyvt ásett í lógaruppskotinum um at avtaka Landsbankan. Tað sigur Leif Abrahamsen, stjóri á Gjaldstovuni. Hetta hevur stóran týdning, tí júst gjaldførið er týdningarmesta uppgávan hjá Landsbankanum, sigur hann. Heldur ikki í galdandi lóg fyri Landsbanknum er neyvt ásett, hvussu stórt gjaldførið skal vera. Piddi ringdi til mannin um náttina og segði tveir setningar, men vitnið skilti einki av tí, sum Piddi segði. Morgunin eftir ringdi vitnið til telefonina hjá Pidda, men tá varð hon ikki tikin. Leysasøgur hava gingið um, at bróðir ákærda mannin var í Føroyum um tað mundilð, Piddi hvarv, men eitt umboð fyri Smyril Line greiddi fyrrapartin nevningatinginum frá, bróðirin var í Føroyum í juli 2009. Hann vísti eisini aftur, at Piddi er farin av landinum við Norrønu. Hoyr Høgna Djurhuus greiða frá úr rættinum. Rúni Klein Joensen roykir ikki, Dánjal Klakk royndi sigarettirnar, men gavst, og Oda Strøm roykir framvegis nakrar sigarettir um vikuna. Hett er sum veruliga lívið sigur Pál Weihe frá Fólkaheilsuráðnum, sum vit tosaðu við áðrenn sendingina. Rúni, Dánjal og Oda vóru í útvarpsstovuni í morgun, tá tátturin Legg av var fyri seinatu ferð. Hoyr sendingina her. Jóhannus Danielsen verður nýggjur borgarstjóri í Nes kommunu. Hann vann valið við einari atkvøðu, og eitt samt bygdaráð í Nes kommunu samtykti í gjárkvøldið, at Jóhannus Danielsen skal vera borgarstjóri. Hann tekur við efti Símun Johannesen, sum ikki stillaði uppaftur. Fráfarandi borgarstjórin var borgarstjóri fulla tíð, men tað ætlar nýggi borgarstjórin ikki. Eigararnir í partafelagnum Vinnuni í Gøtu fáa væntandi tær 70 milliónir krónurnar, sum Taks er dømt at gjalda teimum. Tað sigur Eyðum Mørkøre, stjóri í Taks. Í dómi hjá Landsrættinum í farnu viku fekk Taks 14 daga freist at gjalda teimum 11 partaeigarunum í Vinnuni góðar 70 milliónir krónur. Taks kannar møguleikan at fara í Hægstarætt við málinum, men stjórin ásannar, at Taks noyðist helst at gjalda pengarnar nú, tí tað kann taka sína tíð at fáa greiði á, um málið kann kærast til Hægstarætt. Serligur dentur verður lagdur á tvær tær størstu kommunurnar í landinum, Klaksvíkar og Tórshavnar Kommunur. Hoyr Eygleiðingina her. Fólk flest taka frástøðu frá rúsdrekkakoyring, sum kortini er eitt kent fyribrigdi. Tað kann vera langt frá hugburði til atferð. Men við hesum átaki vil Ráðið fyri Ferðslutrygd fara eitt stig víðari og eggja fólki til at blanda seg, tá tey varnast, at vinir, skyldfólk, ella starvsfelagar ætla at koyra ávirkað. Brynhild Høgnadóttir úr Ráðnum fyri Ferðslutrygd, og Jan Fossaberg frá Ferðslupolitinum umrøða rúsdrekka í ferðsluni. Í sambandi við norðurlendska skjalasavnsdagin leygardagin, helt Óli Olsen, rithøvundur og fyrrverandi sjómansskúlalærari, fyrilestur í Havn, ið hann nevndi Av bekki á skipabunka motorbátaøldin tekur við. Eisini ætlar hann, at savnaða tilfarið verður givið út í bók. Talan er um tíðina, tá føroyingar skiftu árabátin út við motorbátin. Føroyingar vóru eins skjótir á hesum sjóvarfalli og til dømis norðmenn og íslendingar, tann fyrsti deksbáturin varð smiðaður í 1902 Óli hevur savnað ein part av tilfarinum við at ferðast kring landið at práta við útróðrarmenn og onnur. Vit hava havt kommunuval. Fleiri broytingar hendu í ymsu bý og bygdarráðunum, og nú hyggja vit at seinasta nýggja í sambandi við samansetingar í fyrst og fremst Tórshavnar kommunu. Hoyr meira í Sjónarhorninum. Sonevnda Piddamálið er í løtuni fyri í Føroya Rætti. Hetta málið er uttan samanbering tað málið, sum føroyingar hava havt størstan áhuga fyri í mong harrans ár. Men øll eru ikki eins fegin um smálutirnar, sum fjølmiðlarnir borðreiða við úr rættarsalinum. Tóra Petersen, granskari og sálarfrøðingur, heldur tíðindaflutningin verða beinleiðis heilsuskaðiligan, serliga fyri børn og ong. Hoyr meira um hetta í Sjónarhorninum. Vinnuframi er almennur grunnur, ið stuðlar føroyskum verkætlanum, og mánadagin skipa Vinnuframi og Danska Útflutningsráðið fyri fyrilestri í Havn. Hann ber heitið ÚT OG SEL. Kunnað verður um donsku sendistovurnar og aðrar danskar skipanir, sum kunnu gera tað lættari hjá føroyingum at koma inn á útlendskar marknaðir. Tí er fyrilesturin eisini ætlaður øllum fyritøkum og íverksetarum, sum arbeiða við at røkka út um landoddarnar við sínum virksemi. Tað verður Jesper Vibe Hansen frá Danska Útflutningsráðnum, ið fer at halda fyrilesturin og vegleiða áhugaðum. Fólkaheilsuráðið gjørdi í vár eina kanning um kostvanar á dagstovnum. Fyrr í vikuni varð úrslitið av hesi kanning avdúkað. Vit fáa kostrfrøðing á gátt, at greiða frá úrslitinum, og hvussu stovnar kunnu og eiga at fara fram, tá tað kemur til kost á stovnum. Fipurbrotbreyð og gularótahumus er á mátætlanini ídag. Okkara kvinnur sleppa at royna seg í køkinum, men fyrst skulu tær sjálvandi vigast. Spurnigurin hesaferð ljóðar Seinnu árini eru alt fleiri og fleiri uppgávur lagdar á skúlan. Hvørja ferð tað eru onkrar umstøður, sum hava við børn at gera, tykist standard loysnin at vera Tað má skúlin taka sær av. Allar hesar mongu eyka uppgávur eru av stórum týdningi, men mín spurningur er um tað er rætt at hesar uppgávur skulu loysast av fólkaskúlanum Klokkan hálvgum átta í kvøld verður eitt heiðurstiltak í Norðurlandahúsinum. Tað er í samband við, at rithøvundin Jens Pauli Heinesen hevði havt verið 80 ár í dag, um hann livdi. Til dømis verða sjey av hansara bókum givnar út av nýggjum, kór framførir yrkingar við nýggjum løgum, og sjónleikur er eisini á skránni. Unframt annað. Góðan morgun Føroyar tosar við bókmentafrøðingin, Bergur Djurhuus Hansen, um skaldskapin, týdningin, og skriviháttin hjá Jens Paula Heinesen. Í sambandi við føðingardagin varð skipað fyri fakfestivali á Hotel Føroyum. Forkvinnan greiðir frá evnum, sum vórðu umrødd á festivalinum Í samrøðuni verður millum annað tosað um, hvat MC. hevur fingist við, síðani hann gavst á Hotel Hafnia fyri átta árum síðani, um tónleikin, og so skulu vit eisini hoyra eina forvitnisliga søgu um, hvussu eitt lop av einari altan fyri nógvum árum síðani, kundi gjørt enda á MC. Hoyr samrøðuna her. Hvat er ein kommuna í grundini Vit vitja Eyðun Christiansen, ið er aðalskrivari í Kommunusamskipan Føroya, fyri at fáa hetta uppklárað. Fleiri smærri kommunur kenna seg noyddar til at leggja saman við størri kommunum, men nógvir borgarar stríðast ímóti, tí tey vilja vita undir hvørjum treytum samanleggingin skal fremjast. Samanleggingin millum Húsa og Klaksvíkar kommunur varð av ongum. Eyðun Johannesen týddi til føroyskt og Thorbjørn Egner skrivaði søguna. Hetta er eitt hoyrispæl, sum var gjørt til Barnaútvarpið í 1961. Eyðun Johannesen leggur til rættis og sigur frá Vit eru fyrst á Venjingarskúlanum í Havn. Her greiða tey frá spæliliði. Seinni eru vit í skúlanum á Velbastað. Her hava tey trivnaðarnevnd og vinarbólk Kappingareftirlitið skal kanna kostnaðin í bankunum, men nú er greitt, at kanningin verður skerd. Kappingareftirlitið bað um at fáa eina millión krónur, men hesum var pláss ikki fyri í fíggjarkarminum. Tað merkir, at kanningin má avmarkast, og arbeiðið kann tí fara at draga út, sigur Terje Sigurðsson, deildarstjóri á Kappingareftirlitinum. Í Kollafirði stúra tey fyri framtíðini hjá bygdini. Fólk flyta heldur úr Kollafirði enn í bygdina, millum annað tí eingi grundstykki eru at fáa, og ansingarviðurskiftini ikki eru tey bestu. Seinastu fýra árini er fólkatalið í bygdunum Kollafirði, Oyrareingjum og Signabø minkað úr 995 niður i 976, sambært Hagstovuni. Hoyr Jákup Boga Joensen greiða frá. Tað er sera lætt at finna teldufílur fram aftur, hóast tú heldur, at tú hevur strikað tær av harðdiskinum. Tað sigur Jógvan Joensen, trygdarleiðari á Elektron. Elektronisku slóðirnar, eitt nú teldufílur, fylla nógv í próvførsluni hjá ákæranum ímóti tí 33 ára gamal manninum, sum er ákærdur fyri at hava beint fyri Dánjali Peturi Hansen, Pidda. Politisku flokkarnir í løgtinginum tykjast ikki nóg áhugaðir at endurskoða vallógina, sigur Jógvan á Lakjuni, tingformaður. Hann ætlar at fáa formansskapin at avgera framtíðina hjá arbeiðsbólkinum. Og tað kann hugsast, at hann verður tikin av. Tað var á vári 2010, at løgtingið samtykti uppskotið um at seta ein arbeiðsbólk við serkønum fólki at endurskoða vallógina og fyrireika uppskot til nýggja vallóg. Uppskotið varð sett fram sum mótspæl til eitt uppskot um at taka av skipanina við einum valdømi, og fara aftur til sjey valdømi. Tingið samtykti hetta uppskotið, meðan uppskotið um at fara aftur til sjey valdømi fall. Arbeiðsbólkurin varð settur, fór til verka og læt okkurt tilfar av hondum, men so misti løgtingið áhugan fyri honum. Tala er um eitt samstarv, tí einaferð um árið halda norðurlendsku skjalasøvnini ein savnsdag, har dentur verður lagdur á eitt ávíst evni. Í ár stendur søvnunum frítt at velja evnið og Føroya Landsskjalsavn hevur valt at leggja dent á havið og sjóvinnu. Eisini Norðoya Fornminnasavn verður við í tiltakinum leygardagin, tá almenningurin hevur høvið at koma á gátt í søvnunum. Morgunsendingin tosar við John Kjælr, skjalasavnsvørð á Landsskjalasavninum. sendingini umrøda vit nyggju vindmyllurnar, sum SEV hevur sett upp í Neshaga. Og eisini verður tosað við aðrar, sum arbeiða við at framleiða orku burtur úr vindi. Hoyr sendingina her. Pól Jespersen skrivaði greinir um stjørnufrøði í fyrst Dimmalætting og síðani Sosialinum. Afturat blaðgreininum hevur hann nú skrivað nakrar kapitlar um evnið og tað er hetta samanlagt, sum er blivið til eina bók um stjørnufrøði og søguna um stjørnufrøði. Bókin verður liðugt prentað 26. november. Mánakvøldið vóru vit til fyrilestur á Fróðskaparsetri Føroya, har alis og støddfrøðingurin Pól Jespersen helt fyrilestur um stjørnufrøði og søguna um stjørnufrøði. Fyrilesturin hevði heitið Frá Thales til Big Bang. Pól Jespersen greiðir frá teimum klóku monnunum í fornøldini, sum tóku tey fyrstu fetini at máta ljós og fjarstøður, og nútíðini, nú ongin ivast í, at jørðin melur um sólini. Eisini er dagsins veruleiki, at flestu vísindafólk taka undir við ástøðinum um, at skapanin av alheiminum byrjaði rættiliga knappliga við einum ordans Big Bang. Big Bang ástøðið snýr seg tó mest um hvat hendi eftir byrjunarbrestin. Tórun Sumberg lesur krimi, føroyskar bøkur, og týddar bøkur, serliga heldur hon Harry Potter røðina vera framúr væl úr hondum greidda. Sjónin hjá Tórun Sumberg byrjaði at vikna, tá hon var mitt í tjúgunum til aldur. Poula tosar um ymsik viðurskifti, sum hava við kommunuvalið at gera. Eisini verður nomið við rættindi hjá borgarum og ábyrgd hjá teimum, sum vera vald inn í bygda og kummunustýri. Fyri fýra árum síðani vóru tey, sum stillaðu upp til kommunuvalið í Runavíkar kommunu, varin at lova ov nógv, men nú stendur betur til fíggjarliga, og tí eru fleiri vallyfti, millum annað svimjihøllin. Hoyr eygleiðingina hjá Finni Koba í útvarpstíðindunum. Boykottið hjá listafólkum av landsstýrinum stendur við, til játtanin til Mentanargrunn Landsins er hin sama í 2013, sum hon er í ár. Tað sigur Sunleif Rasmussen, tónaskald, ið hevur verið ein av forsprákarunum fyri boykottinum. Higartil hava 52 listafólk skrivað undirboykottið teirra millum eru fleiri av okkara fremstu listafólkum. Listafólk avgera sjálvi, hvørjum tey luttaka í, og lagnan hjá Mentanargrunninum liggur nú hjá løgtinginum. Tað sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, nú flestu av fremstu listafólkunum hava skrivað undir at boykotta tiltøk hjá landsstýrinum. Hetta verður gjørt sum mótmæli móti, at játtanin til Mentanargrunn Landsins verður skerd 20 prosent. Fólkafráflytingin úr Føroyum kann gerast so álvarslig, at bæði sjúkrahúsverk og Fróðskaparsetrið kunnu fara fyri bakka, heldur búðskaparfrøðingur. Gestir í útvarpsstovuni eru Johan Dahl, landsstýrismaður, Hermann Oskarsson, búskaparfrøðingur og Sjúrður Skaale, sum hevur verið við til at gjørt eina stóra kanning millum føroyingar uttanlands. Hoyr meira í Sjónarhorninum. Eisini fara vit at gera eina renniroynd á rennibandi, fyri at finna útav hvørjir renniskógvar passa best til okkara føtur. Kókikona fer at læra okkum at gera innballaðan fisk í pastaplátu, og so skulu okkara 8 kvinnur aftur vigast. Londini kring Norðuratlantshav skulu satsa upp á býirnar. Tað mælir Norðuratlantiska tankasmiðjan hjá NORA til í nýggjum tilmæli til politisku skipanina. Fyri Føroyar merkir tað, at vit skulu satsa upp á at gera Havnina til ein sterkan høvuðsstað. Tað sigur Hermann Oskarsson, sum er føroyskt umboð í Norðuratlantisku tankasmiðjuni. Serfrøðingar manna smiðjuna Átta serfrøðingar úr teimum fýra londunum í NORA samstarvinum eru við í tankasmiðjuni. Hitt føroyska umboðið er Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtaki. Londini í NORA samstarvinum eru Grønland, Ísland, Føroyar og Noreg, ella tann parturin av Noregi, ið verður nevndur stranda Noreg. Tilmælið frá Tankasmiðjuni verður viðgjørt á ráðstevnu, sum NORA skipar fyri í Reykjavík í dag og í morgin. Stóra norska alifyritøkan Salmar hevur nógv at læra av Bakkafrost. Tað sigur stjórin í felagnum,Yngve Myhre. Salmar eigur góð 25 prosent í Bakkafrosti, og kann keypa sløk fimm prosent afturat. Myhre sigur, at Salmar umhugsar støðuna, nú løgtingið ætlar at avmarka møguleikarnar hjá útlendingum at keypa seg upp í føroysku vinnuna. Men hann sær møguleikar í einum samstarvi í framtíðini. Hvat er ein stuttsøga Hvat er munurin á eini stuttsøgu og eini skaldsøgu Og hvussu gomul er stuttsøgan. Hesar og aðrar spurningar verður nomið við í sendingini. Eisini verða brot úr tekstum í bókini lisin upp. Jan Lamhauge heldur, at seinastu daganar hevur tað líkasum ligið í kortunum, at Barack Obama fór at vinna forsetavalið. Hetta hóast fjølmiðlarnir hava sagt, at tað stóð á jøvnum. Men vit vilja fegin gera tað til ein spennandi dyst og valkvøld, og tí hava øll spælt við eisini borgarin, sigur Jan Lamhauge. Christian Nagata, sum er amerikanskur ríkisborgari í Føroyum, hevur fylgt við amerikanska forsetavalinum, og hann heldur at valið er ein tann stórsta hendingin í amerika, og tí hevur lýsingarvinnan góðar møguleikar at vinna pening av valinum. Ferðalagið heldur til í Washington D.C., men onnur støð í USA verða eisini vitjað. Móttøkan hevur verið einastandandi góð, sigur Magnus Magnussen úr USA. Fíggjarligt vit og skil var orsøkin til, at sørvingar á fólkaatkvøðuni í vár vóru ímóti samanlegging við Vága kommunu. Stóra íløgan hjá Vága kommunu at byggja nýggjan skúla fyri tilsamans 70 milliónir krónur hevði havt ov stórar avleiðingar fyri vanliga borgaran í Sørvági. Men tað slepst ikki undan at leggja kommunur saman í framtíðini. Tað sigur Herálvur Jacobsen, sum í 16 ár hevur sitið í bygdarráðnum í Sørvági. Hann stillar ikki uppaftur á valinum í næstu viku. Skattaprosentið í Sørvági er í løtuni 21, og verður á nýggjárinum tvey prosentstig lægri enn í Vága kommunu, sum hækkar sítt skattaprosent úr 22,5 upp í 23 tann 1. januar fyri at fíggja skúlabyggingina á Giljanesi. Bakkafrost skal gera stórar íløgur. Tað upplýsti Regin Jacobsen, stjóri, tá hann í gjár legði fram roknskapin fyri triðja ársfjórðing. AElig tlanin er at gera íløgur fyri 170 milliónir krónur í 2013. Íløgurnar verða væntandi gjørdar í øll lið í allari virðisketuni hjá felagnum. Hóast tey framvegis telja atkvøður í USA, so er greitt, at Barack Obama hevur vunnið valið, og heldur fram sum amerikanskur forseti fýra ár afturat. Obama fær 303 valmenn meðan Romney fær 206. Enn er úrslitið úr Florida ikki tikið við í endaligu uppgerðina. Í Florida, sum eigur 29 valmenn, telja tey framvegis. Sambært nýggjastu forsøgnunum stendur Obama til at vinna tepurt, eisini har. Vann Ohio Sigurin hjá Obama varð tryggur, tá hann hevði vunnið í mest týdningarmikla sveigstatinum Ohio. Harvið hevði Obama vunnið teir 270 valmenninar, sum er lyklatalið fyri at vinna amerikanska forsetavalið. Í sigursrøðu síni í morgun nýtti afturvaldi forsetin høvið at takka øllum amerikanarum, ið brúktu sín demokratiska rætt at fara á val. Obama tosaði um amerikansku familjuna, ið stendur saman í viðgangi og mótgangi. Cooperative Learning er virking frálæruháttur, har næmingurin ikki kann fjala seg, men má koma við sínum íkasti til tilgongdina. Nám skipar fyri skeiðum í Cooperative Learning. Í fyrstu sending eru fyrilestrarnir um Psoriasis og ílegur í Føroyum, Hvussu ein telda kann læra seg sjálva at spara orku, Ferðing hjá upsa og um sáðgóðskukanningar í Føroyum. Úrslitið hjá Bakkafrosti triðja ársfjórðing í ár versnaði umleið 134 milliónir krónur samanborið við somu tíð í fjør, men kortini vaktiurslitið ans á keypsskálanum í Oslo, tá tað varð lagt fram í dag. Bakkafrost er betur fyri enn aðrar alifyritøkur. til dømis hevur Bakkafrist átta krónur eftir at hvørjum kilo av aldum fiski, meðan kappingarneytarnir hava millum eina og tríggjar krónur eftir av hvørjum kilo. Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti, var varin, tá hann legði úrslitið fram í Oslo í morgun, men hann viðgongur, at tølini eru góð, um borið verður saman við aðrar alifyritøkur. Maðurin, sum er ákærdur fyri at hava dripið og burturbeint Dánjal Petur Hansen, verður avhoyrdur í nevningatinginum í dag. Fyrrapartin varð hann avhoyrdur um ákærur fyri millum annað at hava misbrúkt Visakort hjá øðrum, og nú verður hann avhoyrdur í ákærunum um manndráp. Í morgin er ætlanin at hava steðg í rættarviðgerðini, men hon verður tikin uppaftur hósdagin, og tá verður 33 ára gamli kroatin aftur avhoyrdur um ákærurnar um manndráp Hoyr Høgna Djurhuus, sum fylgir málinum í rættinum. Í bókini eru samrøður við fýra føroyingar, sum siga sína søgu um, hví tey fluttu av landinum. Harafrat koma sjey konufólk og seks mannfólk til orðanna í 13 tíðargreinum. Høvundarnir siga við støði í persónligum royndum sína hugsan um fólkafráflytingina og hvat skal til fyri at venda gongdini. Annar ritstjórin, Heri á Rógvi, greiðir her frá bókini Talið á fólki, sum ferðast um flogvøllin í Vágum, fer væntandi at seta met í ár. Higartil í ár eru tíggju prosent fleiri ferðafólk enn somu tíð í fjør. Heldur henda gongdin fram, verður 2012 helst tað árið, har ferðafólkatalið setur met, sigur stjórin í Vága Floghavn, Jákup Sverri Kass. Kanningar, sum Gallup ger fyri Vága Floghavn, vísa, at prísurin er avgerandi fyri, um fólk vilja ferðast ella ikki. Fleiri føroyingar høvdu ferðast, um ferðaseðlarnir kostaðu minni. Tey, sum ferðast siga, at tey vildu ferðast oftari, um prísurin á flogferðum var lægri. Kanningin vísir eisini, at fólk higartil í ár halda seg at hava goldið minni fyri ferðaseðilin, enn tey gjørdu í fjør. Epilepsi er órógv í heilanum og hevur ymiska styrki, og tað kann raka øll fólk. Men er epilepsi ein sjúka Fríggjakvøldið hevði Epileptikarafelag Føroyta aðalfund, og gestur hjá teimum var Hanne Østby Granmo, sum er forkvinna í norska felagnum, Norsk Epilepsiforbund. Hoyr her, hvat Hanne sigur um epilepsi. At lata ymsu nevndirnar í løgtinginum viðgera uppskotið til fíggjarlóg, hevur bara við sær, at øll viðgerðin gongur seinni enn neyðugt. Tað sigur Bárður Nielsen, formaður í fíggjarnevndini, sum í ár gjørdi av, ikki at lata nevndunum uppskotið til viðgerðar. Royndirnar í fjør, vístu, at nevndirnar mæltu til broytingar, men vístu ikki á, hvussu pengarnir skuldu fáast til vega, hóast tær vórðu bidnar um tað. Tí fáa nevndirnar ikki uppskotið til ummælis í ár, sigur Bárður Nielsen. 64 vitni skulu avhoyrast í rættarmálinum móti einum 33 ára gomlum manni, sum er ákærdur fyri at hava dripið og beint fyri Dánjali Peturi Hansen. Ákæruvaldið leggur prógvini, sum løgreglan hevur savnað, fyri nevningatingið seinnapartin. Eitt ár síðani Í hesum døgum er júst eitt ár liðið, síðani Dánjal Petur Hansen hvarv. Hann varð eftirlýstur týskvøldið 8. november í fjør, men løgreglan heldur, at hann doyði fríggjadagin ella leygardagin fyri, tað er 4. ella 5. november. Fáar dagar eftir, at kriminalløgreglan kom upp í málið um horvna mannin, varð ein maður, av kroatiskum uppruna, handtikin og skuldsettur í málinum. Maðurin hevur sitið fongslaður síðani. Høgni Djurhuus fylgir málinum fyri útvarpið í nevningatinginum. Vinnumálaráðið hevur biðið um 300.000 krónur í eykajáttan til Skráseting Føroya at kanna Eik grunnin. Fíggjarnevndin tekur undir við uppskotinum. Hon heldur, at granskingin skal byrja upp fyri, at slíkt sum tað í Eik Banka og Eik gruninum hendir aftur. Nevndin heldur, at ein gjøgnumgongd av teimum frágreiðingum og kanningum, sum longu eru gjørdar, skal staðfesta, um grundarlag er fyri, at ein gransking verður sett í verk. Landskassin ber kostnaðin Og, leggur nevndin afturat, eigur luturin hjá føroyskum myndugleikum at vera partur av kannningini. Landskassin noyðist at bera allan kostnaðin, hálva aðru millión krónur, av granskingini, tí eingir pengar eru at heinta í trotabúnum eftir Eik grunnin. Kristina Háfoss er næstforkvinna í Fíggjarnevndini. Ein felags bíðilisti skal skipast fyri øll trý sjúkrahúsini í landinum. Endamálið er, at tað skal gerast lættari og smidligari hjá sjúklinginum at sleppa framat og hava ávirkan á, hvar viðgerðin skal vera. Tað ætlar Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum. Hann sigur, at avtalan er longu gjørd við sjúkrahúsini. Bara tekniskir snøklar eru eftir at avgeiða, áðrenn avtalan er endalig, sigur landsstýrismaðurin. Hóast Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, hevur sagt, at allur flokkurin tekur undir við tunlinum, ger Kristin Michelsen nú greitt, at hann fer ikki at atkvøða fyri uppskotinum. Hann við hava Hvalbiar tunnilin raðfestan fyrst. Undir viðgerðini í tinginum fríggjadagin kom fram, at tann eini samgonguflokkurin, Sambandsflokkurin, vil hava vegaloysnina betur útgreinaða. Hans Tórgarð lesur, Hildigunn Niclasen týddi til føroyskt og Bókadeild Føroya Lærarafelags og Nám góvu út í 2012. Dánjal Tausen gjørdi ljóðmyndina Eisini taka vit saman um mótan í sjeytiárunum, eins og vit eitt nú minnast alsamt vaksandi olju og benzinprísirnar, tjakið um vatnorkuútbyggingarnar hjá SEV, trupuleikarnar í føroysku fiskivinnuni, og yvirtøkuna av føroysku skúlaumsitingini. Vit hoyra nýggjar samrøður við Katrinu í Geil, Bjørg Nolsøe, Sigrun Vágstún, og Edward Fuglø, og úr søgusavni kringvarpsins hoyra vit millum onnur Poul Mohr, Ingun Joensen, Essa Arge, Dánjal Paula Danielsen, Hjarnar Djurhuus, Asbjørn Joensen, Tormóður Dahl, Finnur L tzen, Olaf Olsen, Heðin Klein, Hans Mortensen, Ernst Hansen, Napoleon Hansen, Janus Norðberg, Ludvíg Petersen, Leif Groth, Hergeir Nielsen, Dorthe Bennitsen, Jógvan Olsen, Jákup Olsen, Karl Erik Mortensen, Sannu Dahl Niclasen, Klaus Hermann, Olivur Næss, Paula Ellefsen, Jacob Lindenskov, Vilhelm Johannesen, Niels Juel Arge, Margrethu Drottning, og Atla Dam. Í apríl í ár fingu tey í skúlanum á Argjahamri eitt seismometur. Hetta er ein verkætlan í samstarv við David Cornwell. seinastu viku høvdu Rannvá Arge og David Cornwell framløgu fyri næmingunum, fyri at vekja áhugan hjá næmingunum ínnan náttúruvísindi. Rannvá Arge greiðir frá, børn í 6.flokki siga sína hugsan og Hans Fróði Jensen, lærari sigur okkum meira um verkætlanina í skúlanum í samband við seismometri. 2. november í 1992 lat fyrsta sølubúðin hjá Rúsdrekkasølu Landsins upp. Tað var við Hoyvíksvegin í Tórshavn, og 15. desember 1992 lat tann næsta upp í Bøgøtu í Klaksvík. Árið eftir komu sølubúðir við rúsdrekka á Tvøroyri, í Skálavík, Saltangará, og Miðvági. Tað eru sostatt 20 ár síðan í dag, at gamla skipanin við at loysa út á posthúsinum og Skipafelagnum misti sín týdning. Eisini hevði nýggja rúsdrekkalógin við sær, at skeinskistøð fóru at skeinkja alment og, ja, yvirhøvur bleiv tað nógv lættari at fáa hendur á rúsdrekka. Elin Súsanna Jacobsen og Hans Andrias Sølvará práta í innslagnum um viðurskifti viðvíkjandi rúsdrekkaskipanum, árini, og søguligari upplýsing. Elin Súsanna Jacobsen skrivaði Phd ritgerð um rúsdrekka og rúsdrekkasiðir í Føroyum, og Hans Andrias Sølvará er deildarleiðari á søgu og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Alivinnan verður verandi á føroyskum hondum, og skal mennast samsvarandi tí. Tað tykist semja vera um í Vinnunevndini. Nevndin viðgjørdi fyrrapartin aftur uppskotið frá Johan Dahl, landsstýrismanni, um útlendska ognarpartin í vinnuni, men álit var ikki skrivað, tí nevndin hevuri nakrar spurningar til landsstýrismannin aftrat, sigur Alfred Olsen, formaður í Vinnunevndini. Tað er av ringasta veðri í Íslandi, upp í 60 metrar um sekundið, og veðurmenninir vænta ikki, at tað hasar av fyrr enn sunnunáttina. Takplátur fúka í gøtunum, og skúlar og fyritøkur hava latið aftur. Bjargingarfeløgini hava úr at gera. Hoyr Hákun Jógvansson Djurhuus, føroyska sendimannin í Íslandi, úr Reykjavík. Metingar hjá Landsverki vísa, at tað ber til at umvæla og breiða vegin til Viðareiðisfyri 60 90 milliónir krónur Men tað er eingin loysn, sigur borgarstjórin, tí trygdin á farleiðini verður óbroytt. Hans Jákup Kallsberg er farin at ivast í, um tunnilin kemur, nú samgongufólk eru farin at seta spurnartekin við tunnilsætlanina. Tunnilin verður mettur at kosta 150 milliónir krónur Løgtingið viðger í dag uppskotið frá Kára P. Højgard, landsstýrismanni, um tunnil til Viðareiðis. Tunnilin verður mettur at kosta 150 milliónir krónur Landsstýrismaðurin hevur avgjørt at mæla til tunnil heldur enn at umvæla vegin. Men Sambandsflokkurin er ivasamur. Tað kom fram undir viðgerðini, tá Eivind Jacobsen, framsøgumaður hjá Sambandsflokkinum, hevði orðið. Flokkurin vil hava vegaloysnina betri útgreinaða, áðrenn støða verður tikin. Leiðreglan er, at allir kavara skulu vera undir vatsskorpuni samstundis og klokkutíðin fylgir árstalinum. Tað merkir, at í ár var evstamark fyri at vera undir kavi klokkan 20.12. Hesaferð var ársins Diversnight átak 1. november í Kaldbaksbotni. Diversnight byrjaði fyri átta árum síðan í smáum í Noregi. Tað var í einum kavarafelag á stødd við Tórshavnar Froskmannafelag, sum skipar fyri føroyska partinum av Diversnight. Kavarar kring allan heimin hava tilkið Diversnight tiltakið til sín og á hvørjum árið verður roynt at seta nýtt met. Gamla metið var sett í 2009, tá 2749 kavarar úr 20 ymiskum londum vóru undir kavi í senn. Fyrireikarnir av Diversnight vilja eisini vísa á, fyri almenninginum og møguligum framtíðar kavarum, at tað at kava verður ikki bara íðkað um summarið og í góðum veðri, men eisini í myrki og kulda, og eisini onkuntíð í illfýsnum veðri. Góðan morgun Føroyar var til staðar, tá ársins Diversnight varð hildið í Kaldbaksbotni 1. november. Veðrir var av tí besta. Tað sigur John William Joensen, blaðmaður á Norðlýsinum. Hann heldur, at borgararnir í Klaksvíkar kommunu eiga at fáa neyvari innlit í málið um bygnaðarbroytingarnar í kommununi og málið um at yvirtaka hallirnar. Tanja Fossdal er úr Vestmanna, men er uppvaksin í Danmark. Eftir samrøðuna er demoupptøka av Love Song, sum Tanja syngur við bólkinum No. 1 Hits. Leinkja til síðuna hjá Tanju á Facebook er her . The Voice størsta røddin í Danmark, sæst eisini í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum leygarkvøldið klokkan 20. Tað sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti. Jan Petter Kosmo, greinari hjá norsku fyritøkuni Kontali Analyse, er enn einaferð komin við eini greining, sum vísir, at føroyska alivinnan er best fyri í heiminum, og hann mælir norsku alivinnuni til at venda eyguni ímóti Føroyum. Rættar avgerðir, tá alvinnan fyrst í øldini ók á knøunum, er orsøkin til framgongdina, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti. Hetta er triðja sending um evnið At ferðast á netinum. Vit hava verið til fyrilestur hjá Dátueftirlitinum saman við 7.flokki í Eysturskúlanum í Havn. Vit hoyra brot úr fyrilestrinum hjá Ingun og Janusi, og næmingar í 7.flokki siga sína hugsan. Stundum verður ein rættargongd nógv umrødd millum mannað fjølmiðlarnir fylgja væl við málinum og løgreglan og advokatar verða tráðspurd. Men oftast er talan um smærri mál, tá dómur verður feldur og onkuntíð er eisini stórur munur á, hvussu eitt mál verður ført, ella hvussu ein rættargongd er skipað. Tað veldst um spennið í revsurammuni. Kristina Samuelsen, advokatur, greiðir her frá mannagongum í rættarmálum. Millum annað hevur Kristina royndir sum ráðgevi og leiðari í Rættarhjálpini, men í hesum føri hitta vit hana sum advokat fyri fyritøkuna Hentze Advokatar. Blaðdeyði, fallandi upplagstøl, bløð, sum sløkkja og lata aftur og miseydnaðar royndir at koyra bløðini út á netið. Tíðindini frá blaðheiminum í londunum kring okkum eru alt annað enn bjartskygd. Hetta kjakast Eirikur Lindenskov og Árni Gregersen, ábyrgdarblaðstjórar á Sosialinum og Dimmalætting, og Niels Uni Dam og Martin Simonsen, miðlafrøðingar, um. Onnur evni í sendingini eru, at flestu sjónvarpsrásir uttanlands við virðing fyri sær sjálvum gera sendingar um mat og matgerð. Og Kringvarpið verður heldur ikki aftanfyri, tí í næstum fer Kringvarpið at vísa eina matsendirøð um matgerð við føroyskum rávørum. Og Frode Rekve, leiðari á Institutt for Journalistikk í Frderiksstad í Norra, sigur, at norska pressan ikki var nóg kritisk í sínum dekningi fyrstu dagarnar eftir 22.juli í fjør, tá 78 fólk lótu lív í álopinum hjá Anders Behring Breivik. Anna Ellingsgaard hevur tosað við Frode Rekve um, hvussu norska pressan handfór fyrstu dagarnar eftir sorgarleikin og hvat journalistarnir høvdu mest brúk fyri, í royndini at viðgera størsta sorgarleikin í Norra í nýggjari tíð. Fíggjarmálaráðið og Sjúkrarøktarfrøðingafelagið eru ósamd um, hvussu ein partur av sáttmálanum skal tulkast, og tað hevur kommunan onga ávirkan á, tí tulkingarætturin liggur hjá Fíggjarmálaráðnum, sigur Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri í Tórshavnar kommunu. At Sjúkrarøktarfrøðingafelagið noktar limum sínum at arbeiða á nýggja Boðanesheiminum, metir kommunan vera eitt óheimilað stig, og tí fer kommunan í gerðarrættin við málinum. Leiðarin og fýra deildarleiðarar á nýggja røktarheiminum á Boðanesi í Havn hava enn ikki fingið setanarbrøv ella løn fyri arbeiðið í tíðarskeiðnum, tey hava verið í starvi. Talan er um limir í felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, sum nú noktar limum sínum at taka arbeiðið upp á nýggja heiminum. Leiðarin fyri nýggja Boðanesheimið hevur verið í starvi síðani 1. juni, og teir fýra deildarleiðararnir síðani 1. august. Óluva í Gong er forkvinna í felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Bygnaðarbroytingarnar í kommunalu umsitingini er eitt mál, sum setur dám á valstríðið í Klaksvík upp undir kommunuvalið 13. november. Eitt annað mál er ætlanin hjá kommununi at yvirtaka KÍ høllina og Badmintonhøllina, og eisini spøkir tankin um Klaksvík sum oljuhavn. Fólkaflokkurin, Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin, Tjóðveldisflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin stilla tilsamans 39 valevni upp til kommunuvalið. Óluva Zachariasen loddar dýpið í Klaksvík. Tjóðpallurin í Tórsgøtu í Havn hevur fingið stóran roykskaða, eftir at oljufýringin eftir øllum at døma var tipt og gekk meginpartin av náttini. Fyri stuttum varð herverk framt á Tjóðpallin, og óhappið í morgun kemur júst, sum handverkarar vórðu farnir at leggja gólv á. Føroyska alivinnan eigur at vera fyrimynd hjá norsku alivinnuni, tí føroyska alivinnan er væl framman fyri alivinnuna í øðrum londum, tá talan er um fóðring, felli og at fáa sum mest burturúr. Tað sigur norski greinarin, Jan Petter Kosmo, sum starvast hjá felagnum, Kontali Analyse. Hann hevur samanborið alivinnuna í Bretlandi, Kili, Noregi og í Føroyum, og úrslitið legði hann fram á eini aliráðstevnu í Kristiansund í Noregi í vikuni. Pengarnir vórðu brúktir til at smyrja kundar við, til at fáa teir at keypa trollemmar.Sjálvur fekk hann ikki pengarnar. Hann hevur goldið skattarokningina, men góðtekur ikki, at hann eigur rokningina sjálvur. Hann hevur tí byrjað eitt mál móti danska skattavaldinum. Og hann skrivaði undir roknskapirnir, sum vóru ov góðir, tí hann hevði álit á teimum, sum gjørdu roknskapirnar. Jan Allan M uuml ller, ákærdi fyrrverandi stjórin í Injector Trawldoors, sigur seg einki skeivt hava gjørt. Dómur fellur í málinum 20. november. Tað er eitt av evnunum í Eygleiðingini hesa ferð. Beinta í Jákupsstovu, stjórnmálafrøðingur og Bjørg Jacobsen, etnologur, eru eygleiðararnir hesa vikuna. Dánjal Klakk, Rúni Klein Joensen og Oda Strøm eru við í táttinum Legg av , sum byrjaði 1. oktober. Dánjal og Rúni hava verið roykfríir síðan tátturiin byrjaði, meðan Oda nú er farin til akupunktør at fá hjálp at leggja av at roykja, Í dag hava øll skyldu at boða frá, um illgruni er um, at eitt barn er fyri kynsligum ágangi ella á annan hátt er fyri vansorgan ella harðskapi. Men tað eru fakbólkar í Føroyum, sum ikki halda skipanina rigga nóg væl. Boðað kann verða frá einum illgruna um vansorgan, men tá fráboðanin er farin, hoyrist onki aftur. Ein løgfrøðingur heldur, at tagnarskyldin er ein álvarslig forðing. Hoyr meira um evnið í Sjónarhorninum. Eftir øllum at døma hevur oljufýringin verið tipt, eftir at hon hevur gingið meginpartin av náttini. Sót er um alt húsið. Hoyr Hans David Jacobsen, átaksleiðara hjá sløkkiliðnum, í útvarpstíðindunum. Vit hava verið til fyrilestur hjá Dátueftirlitinum saman við 7.flokki í Eysturskúlanum í Havn. Í dag hitta vit Joannu Johansen flokslærara og næmingar í 7.flokki Lagnan hjá uppskotinum um nýggja stjórnarskipan verður ikki avgjørd, fyrr enn løgtingið skal atkvøða um at vísa málinum burtur, ella at viðgera tað. Ein meiriluti í formansskapinum mælir til at vísa málinum burtur, eftir at umsitingin sigur uppskotið vera brot á stýrisskipanarlógina. Javnaðarflokkurin er ikki ímóti at viðgera uppskotið, men vil fyrst kenna tilmælið frá umsitingini, sigur formaðurin. Uppskotið ber brá av at vera óseriøst, sigur formaðurin í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum, sum mælir til at halda stýrisskipanarlógina. Tilmælini til D3 vitamin inntøkuna eru sera ymisk. Onkur vil vera við, at vit ikki eiga at eta ískoyti, annar vil vera við, at millum 30 og 70 mikrogram skal til. Aftur onnur siga, at vit eiga at eta minst 100 mikrogram um dagin. Hetta fyri at verja okkum móti sjúkum. Men hvat er rætt Læknin kemur at greiða frá, hvat læknavísindin veit. Eisini svarar Ári Rasmussen spurningi um akupunktur, og vit fara at gera grønmetissuppu við okkara Fit tu kvinnum. Bert ein listi er til kommunuvalið í Vestmanna hesaferð. 10 fólk eru á listanum. Seinast vóru tveir listar, og fyri átta árum síðani stillaður tríggir listar upp í Vestmanna. Sjey kommunustýrislimir eru í Vestmanna, men fýra stilla ikki uppaftur. Nýggja røktarheimið í bygdini fer at tyngja fíggjarætlanina næstu árini. Óluva Zachariasen greiðir frá. Eftir at tað í Degi og Viku kom fram, at útlendingar búsitandi í Føroyum, og serliga kvinnurnar, ikki vita hvar tey skulu fara, um tey hava trupuleikar, vil Almannamálaráðið gera vart við, at ein faldari er á veg, við øllum hentum upplýsingum til útlendingarnar. Elin Winther Poulsen, sum samskipar heildarætlanina harðskapur í parlagi og nærsambondum, var í útvarpsstovuni og greiddi frá nýggja faldaranum. Vikuligi gongutúrurin var hesaferð innandura. Veðurforsøgnin var ikki av tí blíðasta og tí varð farið inn at spáka. Við Oggie Lamhauge varð greitt frá í pyramidurúmunum í Listasavninum, har málningar eftir Ingálv av Reyni og Mikines hanga. Síðani var farið í elsta partin, har Oggie greiddi frá aktuellu framsýningini hjá Hanna Bjartalíð, umframt arkitekturinum í húsinum. Fjølvirkni listamaðurin Tóroddur Poulsen er frammi við ikki færri enn tveimum yrkingasøvnum nú í heyst, Avbyrgingar og Heimvitisferðin . Serliga hitt seinna hevur vakt ans við sínum dapra tóna. Heðin M. Klein og Kinna Poulsen høvdu søvnini til ummælis í sendingini. Tað er ikki í lagi, at alivinnan má bíða í mánaðir eftir, at lógaruppskotið um at avmarka útlendska ognarlutin í vinnuni verður avgreitt. Tað ásannar Alfred Olsen, formaður í Vinnunevndini, sum hevur sett málið á skrá fríggjadagin. Sambært formanninum fer nevndin at broyta uppskotið soleiðis, at tað hóskar seg betur til ta alivinnu, sum er í Føroyum í dag. Vit eru til fyrilestur hjá Dátueftirlitinum saman við 7.flokki í Eysturskúlanum í Havn. Ingun og Janus greiða frá, og næmingar í 7.flokki siga sína hugsan. Nógvir pengar eru í Føroyum. Tað ræður bara um at fáa teir í umfar. Tað er tí eingin vanlukka fyri bústaðarpolitikkin, skuldi tað hent, at peningastovnarnir ikki vilja spæla við. Men samstarv við peningastovnarnar um fígging er sjálvsagt, sigur Andras Róin, stjóri í nýggja Bústaðarfelagnum. Hann fer skjótt at tosa við penginastovnarnar, sigur hann. Súni Schwartz Jacobsen, formaður í felagnum Peningastovnar og forstjóri í Eik Banka, segði við Útvarpið í gjár, at peningastovnarnir fegnir vilja tosa við nýggja felagið um samstarv fyri at vita, hvussu slíkt samstarv kann skipast. Áhugin at stilla upp til býráðsvalið í Vági er minni hesaferð enn fyri fýra árum síðani. 35 valevni bjóða seg fram, og tað eru 12 færri enn seinast. Millum teirra, sum ikki stilla uppaftur, er borgarstjórin, Kirstin Strøm Bech. Teir tríggir býráðslimirnir, sum ikki stilla uppaftur, fingu fleiri enn 200 atkvøður tilsamans fyri fyra árum síðani. LISA Listafólkasamband Føroya er meginfelag hjá listafólkafeløgnunum í landinum. Listafólkasambandið varð stovnað í 1982 til tess 1. styrkja listina og listafólk í mentanarpolitiskum høpi. 2. at virka fyri áhugamálum og rættindum limanna 3. at umboða limirnar í almennum málum, sum hava felags áhuga. Eisini er endamálið hjá LISA at umboða føroysk listafólk í norðurlendskum og altjóða høpi. LISA er til dømis limur í Nordisk Kunstnerr d og í European Council of Artists. Alivinnan er í bíðistøðu, nú lógaruppskotið um at avmarka útlendska ognarlutin í vinnuni, ikki kemur úr aftur Vinnunevndini hjá løgtinginum. Lógaruppskotið, ið kemur í gildi, tá málið varð lagt fram 9. august, hevur nú ligið í nevndini í umleið tveir mánaðir. Vinnunevndin bað 9. oktober um longri freist at viðgera lógaruppskotið, áðrenn nevndin skrivar álit, og uppskotið kann koma til 2.viðgerð. Síðani tá hevur eingin fundur verið í vinnunevndini, sambært heimasíðuni hjá løgtinginum. Skulu tey ungu tíma at flyta aftur til Suðuroyar, so er tað avgjørt neyðugt, at tey hava eitt arbeiði at koma til. Og tey ungu eru meira sinnað fyri kommunusamanlegging enn tey eldru. Tað halda Olivia Benjardøgg Tausen og Elisabeth Vitalis Bærentsen, studentaskúlanæmingar á skúladeplinum í Hovi. Flestu næmingarnir í teirra flokki halda, at Suðuroyggin skal vera ein kommuna, men bara helmingurin av teimum 27 næmingunum í flokkinum ætla sær at búgva í Suðuroynni í framtíðini. Anna Dalsgaard, lærari sigur, at hon sjálv hevur verið í einum tílíkum bólki, men tónin bleiv so keðiligur, at samskiftismiðilin hjá teimum varð afturlatin. Fólk skulu hugsa seg væl um, hvat tey skriva, og stórmál millum skúla, foreldur og næmingar, eiga ikki at vera viðgjørd í tílíkum miðlum. Leygardagin var Pól Sundskarð saman við øðrum á Villingardalsfjalli á Viðareiði, sum við sínum 841 metrum, er triðhægsta fjall í Føroyum. Síðani í summar hevur hann verið 100 ferðir omanfyri 800 metrar, og er hetta liður í venjing til eina kapping á Bornholm næsta ár. Tórður Mikkelsen var við í gonguliðnum leygardagin, og hann gjørdi hesa reportasjuna. Ódnin Sandy er farin fram við New York, og er nú á veg inn í landið, har hon viknar. Samstundis verður boðað frá, at minst 16 fólk hava latið lív í ódnini. Tey flestu doyðu við eysturstrondina, har ódnin tók land, og eitt fólk í Kanada hevur eisini latið lív, skriva tíðindastovurnar. Kenda Hollywood skipið, Bounty, sum er nýtt í fleiri filmum, gekk burtur í illveðrinum. Ein av manningini fórst, og leitað verður framvegis eftir skiparanum, sum ikki er komin afturíaftur. Ringasta ódnin Sandy er ringasta ódnin nakrantíð, skrivar Reuters. Hon rakki seg frá kanadiska markinum til South Carolina, og úr West Virginia til Atlantshavið.Ódnin er viknað, og nú er talan um eitt stormlágtrýst, sum helst hvørvur næsta samdøgrið. Men eftir ódnina er nógvur sjógvur komin inn í havnina í New York. Samstundis eru áirnar nógv vaksnar av nógva regninum, sum ódnin hevði við sær. Í USA er vandin ikki av, tí serliga í fjøllunum er vandi fyri kavaroki, og tað fer at geva fólkinum nýggjar avbjóðingar og trupulleikar, sigur danski veðurmaðurin, Frank Nielsen. Fyrr í morgun tosaði Sigmar Bláberg við við Kristinu á Váli, sum er stødd í New York. Trine Bundsgaard skrivaði. Jenny Johannesen týddi. Bókadeilid Føroya Lærarafelag og Nám góvu út í 2012. Finnur Hansen ger ljóðmyndina Serfrøðingar vænta, at ódnin kann gerast tann ringasta, og fleiri hundrað túsund fólk eru flutt burtur úr láglendi í stórbýnum New York. Í roynd og veru er stórbýurin stongdur. Mitt í rokinum situr føroyska Kristina á Váli, ið lesur á tónleikaháskúla í statinum New Jersey, sum væntandi verður fyrsti staturin, Sandy rakar. Kommunur bíða eftir at sleppa at byggja bústaðir eftir leistinum, sum landið nú hevur sett út í kortið, og tá neyðugu broytingarnar eru gjørdar í kunngerðunum, er klárt at byrja. Tað sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, sum saman við Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, hevur almannakunngjørt bústaðarpolitikk landsins. Tað verður eftir øllum at døma makrelfiskiskapurin, sum aftur næsta ár verður einasta staðið, har landskassin fær tilfeingisgjald. Landsstýrið verður ikki liðugt at skapa teir tryggu karmarnar fyri tilfeingisvinnuna, ið annars vórðu brúktir sum argument fyri at áleggja vinnuni 120 milliónir í tilfeingisgjaldi næstu árini. Bólturin liggur nú hjá landsstýrismonnunum, Jacobi Vestergaard og Johan Dahl. Nú kommunuvalið stundar til, hevur ein flokkur á miðnámsskúlanum í Hovi skipað fyri pallborðsfundi, har umboð fyri kommunurnar í oynni søgdu sína hugsan um evnið, sum var kommunusamanlegging og fráflyting. Millum teirra, sum skipaðu fyri fundinum, vóru Brandur Enni og Kára Jacobsen. Óluva Zachariasen hitti tey í Hovi. Peningastovnarnir eru ikki spurdir, men teir vilja fegnir vera við í nýggja bústaðarpolitikkinum, um treytirnar eru í lagi. Púra greitt er tó, at peningastovnar føra ikki sosialpolitikk. Tað sigur Súni Schwartz Jacobsen, formaður í felagnum Peningastovnar, og forstjóri í Eik. Fríggjadagin kunngjørdu tvey landsstýrisfólk bústaðarpolitikk landsins. Og almennu grunnarnir, eitt nú Húsalánsgrunnurin, eru vorðnir Føroya Bústaðarfelag. Í dag, ein mánað eftir, at fíggjarlógaruppskotið varð lagt fram, er framvegis eingin leistur lagdur fyri, hvussu 120 milliónirnar skulu krevjast inn frá fiski og alivinnuni. Tað vátta virkandi aðalstjórarnir í teimum trimum aðalráðunum, har arbeiðið átti at verið gjørt nevniliga í Fiskimálaráðnum, Vinnumálaráðnum, sum varar av alivinnuni, og Fíggjarmálaráðnum. Guðrið Poulsen og onnur skipaðu fríggjadagin fyri ráðstevnu í Norðurlandahúsinum, har evnið var stovnanin av einum almennum gróðrarrúmi í Havn, har listafólk kunnu leiga seg inn biliga. Eisini var uppskot um gestaatelier í Klaksvík, har útlendingar og føroyingar uttanlands kunnu vera eitt skifti. Vit hoyra Guðrið Poulsen taka samanum ráðstevnuna, har norðmenn vóru komnir at siga frá sínum royndum. Dátueftirlitið sigur, at hevur tú fingið slíkan tedupost, eigur tú at strika hann beinan vegin, og undir ongum umstøðum lata persónligar kort ella bankaupplýsingar frá tær. Hoyr samrøðu við Ingunn Eiriksdóttir, stjóra á Dátureftirlitinum. Teir fimm føroyingarnir, sum fríggjadagin vóru í havsneyð saman við hinum av manningini á norsku línuskipinum Kamaro, eru nú á veg til Føroya. Bárður Lydersen, stýrimaður, sigur, at tað, sum norskir fjølmiðlar hava skrivað um, at manningin gjørdi um seg, tá hon kom í land, var at gera ov nógv av. Kamaro er togaður til Tromsø, og reiðaríið hevur sagt, at tað stendur til manningina sjálva at gera av, um hon fer heim, ella fer umborð aftur á skipið. Hoyr samrøðu við Bárð Lydersen í útvarpstíðindunum. Trine Bundsgaard skrivaði og Jenny Johannesen týddi til føroyskt. Finnur Hansen ger ljóðmyndina. Bókadeild Føroya Lærarafelag og Nám góvu út í 2012 Millumlandasiglingin hjá Smyrli setur kílar í landsstýrisamstarvið millum Javnaðarflokkin, Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin í 1979, og suðuroyingar mótmæla at Smyril verður tikin úr suðuroyarsiglingin á sumri. Eitt úrslit av mótmælunum er, at skjóttgangandi norski katamaranurin Hornøy verður leigaður úr Noregi á sumri 1979. Aðrar hendingar, ið verða umrøddar, eru eitt nú altjóða barnaárið 1979, stórkavarnir í februar og mai, upptøkurnar við popbólkinum Hjarnar í november 1979, og vit minnast listarmannin Sámal Joensen Mikines, ið andaðist 21. september 1979, 73 ára gamal. Símun Johannesen, borgarstjóri í Nes Kommunu væntar, at tað verður dýrt at yvirtaka eldraøkið. Áðrenn 1. januar 2014 skulu land og kommunur koma ásamt um, hvussu eldraøkið skal skipast og fíggjast. Vit endursenda hoyrispæið frá 1961. Thorbjørn Egner hevði havt 100 ára føðingardag, hevði hann livað. Hoyrispæl, sum Eyðun Johannesen leggur til rættis Í dag hitta vit tveir vinnandi flokkar. 6.flokkur í Santa Frans skúla vann fiskikappingina, sum Tórshavnar Kommuna skipaði fyri. 6.flokkur í skúlanum við Løgmannbreyt vann skúla sínum heiður at vera ársins roykfríi flokkur 2012. Hesi greiða frá í dag. Hetta stuðlar undir okkara strategi um alla tíðina at vera við, tá nýggj leitiøki verða boðin út. Tað sigur Nils Sørensen, stjóri í Faroe Petroleum, sum í morgun fekk tillutað sjey nýggj leitiloyvi í bretskum øki. Í trimum av loyvunum er Faroe Petroleum fyristøðufelag. Faroe Petroleum hevur nú 47 leitiloyvi tilsamans. Atlantic Petroleum er við í fýra nýggjum loyvum í bretskum øki. Lærdi háskúlin í Aarhus fekk fyrrapartin eina bumbuhóttan, og øll vórðu biðin at fara út alt fyri eitt. Ein teirra var 27 ára gamli Arne Winthereig, ið var til roynd, tá løgreglan brádliga kom brestandi inn. Sambært donskum miðlum, kom bumbuhóttanin við postinum, og tilsamans vórðu eini 2000 fólk flutt burtur. Í løtuni kannar løgreglan allar universitetsbygningarnar við servandum bumbuhundum. Foreldur tykjast at hava lítlan áhuga fyri at manna skúlastýrini kring landið, sum skulu virka sum bindilið millum heim og skúla. Í Kommunuskúlanum í Havn møttu bara 10 foreldur á kunnandi fundi í gjárkvøldið, og í Vestmanna vóru bara fimm fleiri møtt mikukvøldið. Foreldrafelagið Heim og Skúli harmast og ásannar, at leikluturin hjá foreldrunum er fráverandi í okkara skúlamentan. Hetta er tíðin, tá fólk fáa beinkrím. Tey, sum eru omanfyri 67 ár, fáa vaccinu ókeypis og eisini tey, sum eru í ymiskum vandabólkum, fáa ókeypis vaccinu. Men hvussu verður vaccinan samansett. Hvussu vita læknanir hvat tað er vira er, sum rakar okkum og gevur okkum beinkrím. Vit tosa við Guðrun Zachariasen, kommunulækna. Fleiri feløg komu í trolið hjá skattamyndugleikunum, tá hugt varð at roknskapunum við serligum atliti at kapitalvinningslógini. Men tað var bara partafelagið Vinnan í Gøtu, sum fór allan vegin í rættin við málinum. Stjórin í Taks vísir aftur, at tað er upphæddin, sum er avgerandi fyri, hvørji mál verða kannað. Vit noyðast at hava greiðari reglur fyri, hvussu makrelurin verður býttur næsta ár. Borgarin eigur at fáa at vita, hvørjum kriterium makrelurin verður býttur eftir. Tað heldur samgongutingmaðurin, Helgi Abrahamsen úr Sambandsflokkinum. Eisini aðrir tinglimir krevja størri gjøgnumskygni í makrelbýtinum. Boðini um at drepa merktu grindina í Hvalba mikukvøldið áttu at verið givin fyrr. Tað sigur Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur á Náttúrugripasavninum. Heldur óvæntað gjørdi grindin landgongd, og sjey hvalir doyðu uppi á turrum. Út við fýra tímar gingu, áðrenn Náttúrgripasavnið gav boð um at drepa grindina og tað var ov long tíð, ásannar Bjarni Mikkelsen. So er aftur galið við at avrita Guðrun amp Guðrun troyggjur, nú triðja røðin av Brotsgerðini er byrjað og Sarah Lund enn eina ferð jagstrar brotsmannin í væl umtóktu troyggjuni hjá føroysku sniðgevunum. Hesa ferð er tað serliga í Noregi, at troyggjan verður avritað, og nú hótta Guðrun amp Guðrun við at stevna. Guðrun Rógvadóttir er virkisstjóri í fyritøkuni Guðrun amp Guðrun. Gróðrarúm eru atelier, har listin kann virka og samvirka. Oftani er talan um gamlar virkisbygningar, ið verða umvældir og innrættaðir til listaumhvørvi og arbeiðspláss. Á ráðstevnuni seinnapartin tala borgarstjórarnir í Tórshavn og Klaksvík, og Gerhard Dalen sigur frá praktisku royndunum í Tróndheimi. Í morgunsendinginia komu stigatakarin og keramikarin Guðrið Poulsen, og norsku listakvinnurnar Merete Morgenstierne, Vigdis Haugstrø, og Kari Elise Mobeck at siga frá. Norsku gestirnir hava nógvar royndir við verkstøðum og øðrum listaumhvørvum. Harafturat hava tær listaframsýning í Norðurlandahúsinum, har fernisering verður klokkan fýra seinnapartin. Vinnur TAKS stóra skattamálið í Eystara Landsrætti, er vandi fyri, at landskassin missir nógv fleiri pengar í skattainntøku, enn um landskassin verður dømdur at rinda skattin aftur, sum partaeigararnir í Vinnuni longu hava goldið. Dómur fellur um einar fimm vikur. Stefan í Skorini og Páll Holm Johannesen, ávíkavist stjørnmálafrøðingur og samfelagsfrøðingur, greiða í sendingini frá, hvussu politiska skipanini er sett saman í USA, hvussu hon virkar, hvussu valskipanin virkar, hvat ein svingstatur er fyri nakað, hvat ið hevur eyðkent seinastu fýra árini og hvørji høvuðsevnini eru til forsetavalið í ár Hoyr sendingina her Fyri stuttum sendi danska sjónvarpið DR ein dokumentar við heitinum Pigen Der Ikke Ville Dø. Kjarnin í sendingini var ein ivasom læknaavgerð, ið ikki helt. Ein ung genta, Carina Melchior, lá í respirator og øll vón var slept. Læknin hevði vissað familjuna um, at Carina ikki fór at liva nógvar dagar afturat og tí varð loyvið givið læknunum at taka gøgnini úr gentuni og lata øðrum tey. Síðani hendi tað, at læknin sløkti respiratorin og gentan byrjaði at ressast. Hon vaknar úr óvitinum og kann í dag sigast at hava eitt gott lív. Hetta var í rhus og føroyingar fáa eisini gøgn skift á donskum sjúkrahúsum. Tað err William Smith, ið ger viðmerkingar til hetta heilsuøki og gøgn og gøgntransplantatión sum heild. William Smith hevur royndir á økinum. Harafturat hevur hann skrivað eina skaldsøgu, Gagnligt Lív, har Føroyar eru miðstøð fyri gøgntransplantatiónum og handli við gøgnum. Í innslagnum hoyra vit William lesa tvey brot úr bókini bókini. William Smith sigur, at neyvan fara vit nakrantíð at transplantera gøgn á Landssjúkrahúsinum, tí vit eru ov fá, til at læknar kunnu vinna tað neyðugu rutinuna og harvið halda førleikan at transplantera við líka. Talan er um ein sang og rørsluleik. sum Nám X á Eysturskúlanum í Havn hevur gjørt. Afturat tónleikinum lýsa rørslur og rekvisittar gongdina í leikinum, til dømis nýta tey klæði at forma bátar við. Eisini verður myndband nýtt sum til illustratiónir. Í innslagnum hoyra vit tónleikabrot og hoyra samrøður við tónleikalæraran Palla Hansen, og næmingarnar Matildu Hansen og Kristian Paula Ellefsen. Tónleikurin er ikki ein endalig upptøka. Afturat Palla fara tvey onnur vaksin fólk við næmingunum at ferðast. Um góðar fimm vikur fellur avgerðin í Eystara Landsrætti, um Taks skal gjalda aftur góðar 50 milliónir krónur, sum eigararnir av partafelagnum Vinnuni í Gøtu hava goldið í skatti fyri partabrøv, sum vórðu seld í 2005. Í dag varð málið tikið til dóms. Dómurin verður sagdur í Danmark í seinasta lagi fríggjadagin 30. november. Hoyr Inga Samuelsen, sum hevur fylt viðgerðini í Landsrættinum. Annar Maria Olsen er ung havnakvinna, sum býr á Signabø. Hon er kend sum sangari, millum annað hevur hon sungið við bólkinum Divaz. Í Lesikrókinum vísir hon á, at hon hevur leitað nógv eftir meining við tilveruna, eisini í bókmentum. Grátiligt og djórapínsla av grovasta slag. Tað sigur Rúni Thomsen úr Hvalba um boðini frá Nátturugripasavninum um ikki at drepa grindina, sum í gjárkvøldið ikki vildi út aftur av sandinum í Hvalba, eftir at menn høvdu sett sendarar á teir 36 hvalirnar. Útvarpið hevur roynt at fingið viðmerking frá Náttúrugripasavninum, men tað hevur ikki eydnast. Yvirlit yvir vitjandi á heimasíðuni hjá Visit Faroe Islands vísir, at at teir tríggir fótbóltslandsdystirnir, sum Føroyar hava spælt í heyst síggjast aftur í vitjunartølunum á heimasíðuni Alt arbeiðið verður gjørt ólønt, so øll sølan frá Endurnýtsluni fer til arbeiðið hjá Bláa Krossi Føroyar. Vit vitjaðu Endurnýtsluna á Bakka mikudagin, og har var tað Kaj Berg Davidsen, sum greiddi okkum frá. Adrian Dalsá, sum er formaður í bólkaráðnum hjá skótunum við Løkin, sigur, at pláss verða fyri umleið 40 skótum at sova í húsinum. Limatalið er umleið 65, men Adrian vónar, at tá húsið stendur liðugt, verður limatalið aftur tað, sum tað plagar at vera, nevniliga umleið 130. Leggjast skal afturat, at umhvørvið har skótahúsið verður bygt, er ein náttúruperla. Føroysk skip sleppa at fiska svartkjaft, sild og makrel næsta ár, hóast strandalondini ikki kundu semjast á fundinum í London. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður sigur, at fæst eingin semja, fara Føroyar at áseta sínar egnu kvotur. Svartkjafturin verður fiskaður eftir avtalu, vit eru von at áseta egna makrelkvotu, og nú verður umrøtt, hvussu stóra sildakvotu føroysk skip skulu sleppa at fiska, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, heldur, at hann hevur svarað fyrispurninginum frá Høgna Hoydal út Tjóðveldi um makrelloyvini eftir bestu sannføring. Eg ivist í, um eg havi rætt at bróta meg inn í privatar fyritøkur at fáa svar, hvat tær selja fiskin fyri, sigur løgmaður. Funnist hevur verið hvassliga at løgmanni, hví hann ikki svaraði fýra av teimum 12 spurningunum, sum Høgni Hoydal setti honum. Hoyr samrøðu, sum Óluva Zachariasen gjørdi við Kaj Leo Holm Johannesen um málið í útvarpstíðindunum. Tað var fyri at varðveita eigaraskaran í Gøtu, at P.f. Varðin seldi partabrøvini til eitt holdingfelag við somu eigarum. Einki óvanligt er í, at partabrøv vórðu seld millum feløg við somu eigarum, bæði fyri og eftir at lógin um kapitalvinningsskatt kom í gildi í 2001. Tí kunnu eigararnir í P.f. Vinnuni ikki góðtaka, at teir sum teir einastu skulu rinda skatt í slíkum føri. Hoyr Inga Samuelsen, sum fylgir málinum í Landsrættinum. Fær TAKS ikki viðhald í Eystara Landsrætti, er ætlanin at royna Føroya størsta skattamál í Hægstarætti. Tað sigur Djóni Thomassen, advokatur hjá TAKS, í rættarmálinum móti teimum 11 partaeigarunum í Vinnuni í Gøtu. Í dag er dómsviðgerð í Landsrættinum, har sakdørararnir hjá pørtunum leggja síni sjónarmið fram fyri dómarunum. Dómur fellur væntandi um nakrar vikur. Øll skulu hava møguleika at útvega sær ein bústað, og bústaðarmarknaðurin skal gerast fjølbroyttari. Tað er fremsta endamálið hjá stovninum Bústaðir, Føroya bústaðafelag, sum er nýggja navnið hjá Húsalánsgrunninum. Stovnurin víðkar sítt viksemi til eisini at fevna um leigu og lutaíbúðir. Hoyr Andrass Róin, stjóra, í útvarpstíðindunum. Trine Bundsgaard skrivaði, Jenny Johannesen týdddi. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Nám góvu út í 2012. Finnur Hansen ger ljóðmyndina Vit eiga at taka støðu til, um gøgn okkara kunnu nýtast, um vit koma út fyri vanlukku ella heiladeyða onkursvegna. Tað heldur ein avvarðandi at ein sjúklingi, sum fekk nýra fyri nøkrum árum síðan. Og ein annar sjúklingur, sum eisini hevur fingið gøgn, tekur undir. Eisini yvirlækni á Landssjúkrahúsinum heldur, at vita eiga at taka støðu til spurningin um gøgn um so er, at vit onkursvegna gerast heiladeyð. HOYR MEIRA Í SJÓNARHORNINUM. Eint triðingur av lærarunum, sum fingu prógv í summar, hevur framvegis onki arbeiði fingið. Vit spyrja, um tørvur er á einum yvirskipaðum útbúgvingarpolitikki. Einum útbúgvingarpolitikki, ið tryggjar, at vit ikki útbúgva fólk út í arbeiðsloysi. HOYR MEIRA Í SJÓNARHORNINUM. Klaksvíkar Sjúkrahús er í so ringum standi, at neyðugt er við ábótum og umvælingum fyri 15 milliónir krónur næstu trý árini. Umvælingarnar eru alneyðugar, tí bygningarnir eru so illa farnir, at tað ber ikki til at virka, sigur sjúkrahússtjórin, Heri Ellingsgaard. Í annaðkvøld letur ein nýggjur føroyskur e bókaportalur upp á alnetinum. Vitra, sum e bókaportalurin kallast, er hjartabarnið hjá Jonhardi Mikkelsen, stjóra á Sprotanum, sum eisini hevur tikið stig til portalin. Eisini fara vit at hitta Jóninu, ið hevur vunnið sær pláss ti EM í Fitness í mai. Vit fara at gera kips úr rótfruktum, OG so skulu okkara 8 kvinnur aftur vigast. Umsitingin í Runavíkar kommunu er um at gerast ein pappírsleys. Øll skjøl hjá kommununi verða skannað og skrásett elektroniskt, og tað gevur eina tráðleysa málsviðgerð. Fyrimunirnir eru nógvir og vansarnir eingir, heldur Dávur Reinert Hansen, tekniskur leiðari í Runavíkar kommunu. Oljuútreiðslurnar hjá strandfaraskipunum veksa alsamt, og samstundis eru altjóða krøv um hvíld hjá teimum, sum manna skipini, herd. Fyrrapartin kunnaðu leiðslan á Strandferðsluni og Johan Dahl, landsstýrismaður, tingfólk um avbjóðingarnar hjá stovninum. Upp ímóti 50 fólk vóru og gingu við, tá Góðan morgun Føroyar var gongutúr á Glyvrum í fagrasta veðri í morgun. Væl lá eisini fyri hjá frásøgumanninum, Rasmusi Glyvradal. Her kanst tú hoyra brotini frá túrinum, sum eru sett saman til ein bita. Svarið hjá løgmanni vísir ein stóran trupulleika í føroyska fólkaræðinum. Landsstýrið heldur seg vera eitt einaræði, sum ikki stendur til svars mótvegis løgtinginum og fólkinum. So hvassorðaður er formaðurin í Tjóðveldi, Høgni Hoydal, um svarið, hann í gjár fekk til fyrispurning sín um at útluta makrelloyvi í summar. Páll á Reynatúgvu heldur vantandi svarini hjá løgmanni vera so mikið álvarsamt mál, at hann ætlar at taka tað til viðgerðar í formansskapinum. Taks hevur skotið dómin í Føroya rætti inn fyri Landsrættin, sum viðger málið í dag og í morgin. Hetta er helst størsta skattamál, sum hevur verið til viðgerðar í Føroyum. Taks tvíheldur um, at talan var um fjalda útluting av vinningsbýit, tá 11 partaeigarar í Vinnuni í Gøtu á heyst í 2005 seldu síni partabrøv til sítt egna, nýstovnaða holdingfelag, P.f. 30. september 2005. Hoyr Inga Samuelsen greiða frá úr landsrættinum. Til viðgerðar er nýggja fløgan hjá Mariusi, Recreation . Elin Brimheim Heinesen og Hans Pauli Tórgarð meta um verkið. Tjóðpallurin sýnir ungdómsleikin Tak teg saman . Mikkjal Helmsdal og Hjørdis Johansen eftirmeta leikin. Úrslitið var, at fimm av seks stjørnum vórðu latnar fyri bæði fløgu og leik. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, viðgongur nú, at tað var skeivt av landsstýrinum at luta makrelkvotu út til skipabólkar, ið ikki høvdu ætlanir um at fiska makrelin. Í Degi og Viku í gjárkvøldið ásannaði hann, at makrelbýtið til línuflotan er óbeinleiðis stuðul. Hinvegin ber til sambært lógini um vinnuligan fiskiskap at handla við kvotum, sigur løgmaður. Barack Obama, forseti, og republikanski avbjóðarin, Mitt Romney, hava havt sína seinastu politisku hólmgongu upp undir forsetavalið um 14 dagar. Kjakið snúði seg um uttanríkispolitikk, men tað flytur ikki atkvøður, tí amerikanski veljarin hevur størri áhuga fyri innanríkispolitiskum viðurskiftum, eitt nú búskapinum og stóra arbeiðsloysinum, sigur Stefan í Skorini, stjórnmálafrøðingur. Hóast fleiri sjónvarpsstøðir siga, at Obama vann kjakið í nátt, so verður tað ikki hetta kjakið, sum ger, at Obama vinnur forsetavalið, sigur Stefan í Skorini. Hesar seinastu dagarnar ræður um hjá báðum valevnunum at fáa nógvar valmenn í sonevndu svingstatunum statunum, sum framvegis ikki eru avjørdir. Hoyr Stefan í Skorini gera viðmerkingar í útvarpsstovuni. Íslendingar vildu broyta fimm av seks viðurskiftum, sum fólkaatkvøðan leygardagin legði upp til. Í alt tóku á leið tveir triðingar av teimum, sum luttóku á fólkaatkvøðuni undir við uppskotunum. Sambært Morgunblaðnum tóku 66 prosent undir við at stjórnarskipanaruppskoti verður grundarlag undir komandi lógaruppskoti um nýggja stjórnaskipan nýggja stjórnarskipanin kemur helst til atkvøðugreiðslu komandi vár, tá Altingsvalið verður. 81 prosent tóku undir við, at náttúrtilfeingi, sum ikki longur er privat ogn, verður lýst sum tjóðarogn 57,4 prosent góðtaka, at kirkjan framhaldandi skal verða tjóðarkirkja. Uppskotið var um at broyta hetta. 76,4 prosent vilja, at persónligt val verður galdandi tað vil siga at fólk kunnu velja valevni beinleiðis og ikki sum nú, har flokkurin fyrst ger ein lista og eina raðfesting av valevnum, sum veljarar so kunnu atkvøða fyri. 56,2 prosent vilja, at atkvøður kring landið telja javnt. Sum nú er, telja atkvøður ymiskt í ymsum økjum 70,8 prosent taka undir við, at eitt ávíst lutfall av veljarum kunnu krevja at fáa eitt mál til fólkaatkvøðu. Vallutøøkan var størst í Reykjavíkar økinum, har hon var 51,4 prosnet og lægst á suðurlandinum, har hon var 43 prosent Sambært íslandska ríkisútvarpinum kann eitt uppskot um nýggja stjórnarskipan verða klárt longu um tvær vikur. Síðani verður aðalorðaskifti um uppskotið. Sambært Valgerður Bjarnadóttir, umsitingarleiðara í Altinginum, er sannlíkt, at fólkaatkvøða verður um nýggja stjórnaskipanaruppkskoti samstundis sum Altingsvalið verður í vár. Nýggja stjórnarskipanin kemur í staðn fyri tað gomlu, sum stavar frá 1944. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, umhugsar nú at manna Gjaldstovuráðaðið øðrvísi, tí eingin føroyskur grannskoðari heldur seg vera gegnigan at sita í ráðnum. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, dugir ikki í løtuni at siga, hvussu málið kann loysast. Hann útihýsir tó ikki møguleikan at seta ein útlendskan grannskoðara, ella als ikki at hava nakran løggildan grannskoðara í ráðnum. Í gjár var tíðindafundur, sum ÍSF skipaði fyri í samband við luttøkuna á Oyggjaleikinum í Bermuda 2013. Høvuðsstuðul er funnin, og landsstýrið hevur stuðlað luttøkuni væl peningaliga, so eindarprísurin er fallin nógv. Føroyar verða umboðaðar við níggju ítróttargreinum, men svimjararnir verða ikki við, tí um tað mundi er EM í svimjing. Og bogaskjóting er ikki ein grein, sum fyrireikarnarnir vilja hava við. Men kortini er bjartskygni hjá ÍSF, tí eitt nú fimleikurin er aftur á skránni. Eftir øllum at døma verða ferðaløgini hjá teimum flestu luttakaralondunum minni enn vanliga hesaferð, tí langt og dýrt er at ferðast til Bermuda. Men Føroyar hava eina serliga grund til at vera væl umboðað. Fleiri enn hundrað fólk verða í ferðalagnum. Samrøðan er við Petur Ova Petersen og Annu Rein, nevndarlimir í ÍSF. Tað kann tykjast skilagott at samráðast um allar teir ferðandi fiskastovnarnar, sild, makrel og svartkjaft, samstundis. Men tað er neyðugt at ansa eftir, at vit ikki missa meiri fyri minni, tí støddin á stovnunum kann broytast, so teir broyta ferðingarmynstur. Tað sigur Hans Ellefsen, búskaparfrøðingur, sum í løtuni granskar teir tríggjar uppsjóvarfiskastovnarnar. Fótbóltsflokkurin í Kommunuskúlanum í Havn er eitt fínt átak, og skal sleppa at standa sína roynd. Men tað er ikki vist, at tað tænir fólkaskúlanum í síni heild. Tað heldur formaðurin í Føroya Lærarafelag. Herálvur Jacobsen ávarar ímóti ov nógvum alternativum loysnum innan skúlagátt. Mentamálaráðið arbeiðir við at finna 800.000 krónur, so Landsbókasavnið kann talgilda øll tey føroysku bløðini, sum nú liggja á slitnum mikrofilmum. Tað sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum. Verða bløðini talgildað, kunnu tey eisini leggjast út á netið. Barack Obama vann kjakið millum forsetavalevnini í USA í nátt. Tað halda amerikansku sjónvarpshyggjararnir, sum fylgdu við kjakinum á CNN. 48 prosent av sjónvarpshyggjarunum halda, at Obama vann kjakið, meðan 40 prosent halda, at republikanska valevnið, Mitt Romney, stóð seg betur. Ein máting, sum CBS News hevur gjørt, vísir,at sigurin hjá Obama var enn størri. 53 prosent svara, at Obama stóð seg best, meðan bara 23 prosent siga, at Romney stóð seg best. 24 prosent halda, at báðir vóru eins góðir ella vánaligir. Bæði valevnini løgdu dent á, at USA eisini eisini í framtíðini eigur at hava ein stóran leiklut á altjóða pallinum. Føroyskar fyritøkur, sum ætla at selja fiskavørur til Kina, skulu skráseta seg á einum serligum lista innan 6. november. Tað er best at skráseta seg beinan vegin, tí tað kann vera trupult at sleppa við seinni, sigur Laila Jacobsen, leiðari á matvørudeildini hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Útflutningurin til Kina er øktur seinastu árini. Til dømis er Kina næst størsti marknaður hjá alifyritøkuni bakkafrost. Á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni merkja tey væl, at føroyingar eru farnir at útflyta meira til Kina, sigur Laila Jacobsen. Nýggja átakið í Kommunuskúlanum í Havn at samantvinna skúlagongd og fótbólt hjá næmingum í framhaldsdeildini hevur havt framúr góða ávirkan. Fráveran er eingin, og skúlin verður røktur til fulnar. Hugurin drívur verkið og er avgerandi fyri menningina hjá næminginum, sigur Hanus Joensen, skúlastjóri í Kommunuskúlanum, um úrslitini við nýggja fótbóltsflokkinum. Ein annar spurningur, sum varð viðgjørdur í táttinum í morgun, ljóðaði soleiðis Javnan verður sagt í útvarpinum, at okkurt verður at hoyra fyri ella eftir kl. 9. Er rætt at siga so Í mínum hugaheimi eitur tað áðrenn og aftaná og ikki fyri og eftir. Fyri og eftir er beinleiðis umsett úr donskum før og efter. Hevur lurtarin rætt í hesum Tað svarar Kári Davidsen uppá. Fyri 800.000 krónur kunnu føroyingar frá telduni heima við hús fáa beinleiðis atgongd til øll tey føroysku bløðini, sum nú liggja á slitnum mikrofilmum á Landsbókasavninum. Tað stendur Landsbókasavninum í boði at verða partur av einari danskari verkætlan at talgilda gomlu mikrofilmarnar. Men hetta verður neyvan veruleiki í Føroyum, tí pengar eru ikki játtaðir á fíggjarlógini, skriva Oyggjatíðindi. Leiðslan á Landsbókasavnium hevur tí boðað danska statsbókasavninum frá, at Landsbókasavnið neyvan kann taka av tilboðnum um at fáa talgildað allar mikrofilmarnar við føroyskum bløðum. Morgungesturin í morgunsendingini er nýggi stjórin á Havsbrún. Hann tók við starvinum 8. oktober í ár, og ein av stóru avbjóðingunum, ið liggja fyri framman, er at arbeiða fyri møguleikanum at fáa fleiri ymisk fiskasløg um føroyskan kajkant, sum so kann verða virkaður til fóður á Havsbrún. Hoyrið innslagið her. Almennu søvnini eru løgd í eitt felag. Eitt úrslit av hesum er felagsframsýningin, sum skipað varð fyri á Fornminnissavninum í heystfrítíðini. Savnslærarin, Palli Askham, greiðir frá undirtøkuni, umframt framtíðarætlanunum hjá søvnunum. Vit vitja í Brekkutúni í Hoyvík. Tóra Effersøe Mortensen, sum er vevstjóri hjá Vi unge, greiðir frá stóra tiltakinum í Keypmannahavn og atkvøðugreiðslu um happing á netinum, sum Vi unge hevur stílað fyri Í mars 2011 handaði ein arbeiðsbólkur táverandi landsstýriskvinnuni í innlendismálum, Anniku Olsen, eitt integratiónsálit, sum millum annað mælti til, at allir útlendingar skuldu fáa skipaða undirvísing í føroyskum máli og mentan. Nakrar dagar seinni fór Fólkaflokkurin og harvið eisini landsstýriskvinnan úr landsstýrinum, og síðani er einki gjørt við tilmælini í integratiónsálitinum. Landsstýrið hevur boðað frá, at útlendingamál skulu yvirtakast næsta ár. Men tað er váðaverk at yvirtaka útlendingamál uttan at hava ein integratiónsolitikk, sigur Margretha Nónklett, fólkalívsfrøðingur, við sergrein í minnilutabólkum. Útlendingar í Føroyum var evnið í Geymanum í gjár. Sendingin verður aftur at hoyra í morgin kl. 13. Trine Bundsgaard Skrivaði, Jenny Johannesen týddi, Bókadeild Føroya Lærarafelags og Nám góvu út í 2012. Finnur Hansen ger ljóðmyndina At ganga í skúla er ikki líka allastaðni. Sára gongur í einum flokki, ið er rættiliga serligur. Men hvat er tað, sum ger hann so serligan Betri umstøður fyri sálarsjúk í Føroyum var eitt av síðstu ynskjum Rasmusar. Tað siga foreldrini hjá tónlistamanninum, Kirstin og Mortan Rasmussen. Tey taka fult og heilt undir við átakinum hjá vinfólkum Rasmusar, ið hava sett á stovn ein vælgerðargrunn í navni hansara. Grunnurin skal savna pening til at seta á stovn eitt útslúsingar tilboð fyri sálarsjúk í Føroyum. Eisini frætta vit eitt nú um nýggja virkið Tórplast í Vestmanna, útbygging á Aluplast í Gøtu, fyrireiking til bygging av vardum verkstaði á Argjum, Dalenni fer av bakkastokki á Tórshavnar Skipasmiðju, Støðisútbúgvingin ger kanningar av geislavirkni í Føroyum, og fyrireikingar til yvirtøku av skúlaumsitingini. Landsfelag Pensjónista skírir ætlanina hjá landsstýrinum at broyta Heilsutrygd at vera eitt greitt lyftisbrot, eitt nú móti pensjónistum. Arne Thorsteinsson, formaður í Landsfelagnum, vísir til lógina frá 2009, tá gomlu sjúkrakassarnar blivu til Heilsutrygd. Hann sigur, at uppskotið, sum landsstýrið hevur lagt fram, um at øll skulu gjalda 160 krónur í grundgjaldi og síðani 0,55 prosent av skattskyldugu inntøkuni, er hvørki fuglur ella fiskur. Merkingin av breyðunum er ikki nóg góð enn, men vit arbeiða við tí. Tað sigur Mimmy Vágsheyg, leiðari fyri handilin og matstovuna í Bakarínum hjá Jórun í Klaksvík. Hon sigur, at trupulleikin við merkingini ger ser serliga galdandi, tá tey senda breyð út í handlar. Arbeitt verður við eini skipan, sum skal tryggja keyparan betur. Sjúkrahúsverkið skal endavendast fyri at finna fram til, hvussu tað kann rekast bíligari og betur í framtíðini. Tað sigur landsstýrismaðurin í heilsumálum, Karsten Hansen, sum í gjár var á fundi við allar tríggjar sjúkrahúsleiðslurnar. Landssjúkrahúsið skal spara 800.000 krónur næsta ár, og sjúkrahúsini á Tvøroyri og í Klaksvík skulu eisini spara. Maðurin er ákærdur fyri millum annað drápsroynd, tá hann skeyt út gjøgnum eitt vindeyga í gistingarhúsinum í Øravík, meðan politiið og avvarðandi hjá manninum vóru í túninum. Hann er eisini ákærdur fyri at hava sett eld á inni í matstovuni í gistingarhúsinum. Maðurin, sum er 21 ára gamal, varð varðhaldsfongslaður í grundlógaravhoyring sunnukvøldið 7.mai. Dómur fellur væntandi í dag. Hoyr Óluva Zachariasen úr rættinum. Í gjárkvøldið sendi sjónvarpið dokumentarin Tann bleyti bodybuildarin , sum Bjarni Árting Rubeksen gjørdi um Gunnar Hjelm, portør og likamsvenjara. Í sendingini sóðu vit mest ta bleytu síðuna av vágbinginum, sum í dag býr í Havn. Men tann maskulina síðan var tó ikki gloymd. Til dømis upplivdu vit, at hóast kenslutrongar, hevur hann kortini verið førur fyri at taka ábyrgd fyri sær og børnum sínum. Henda úttvarpssamrøða er eitt framhald av sjónvarpssendingini. Vit hyggja nærri at ymsum spurningum, ið vórðu viðgjørdir í dokumentarinum, men tosa eisini um annað. Til dømis fakfelagsstríðið fyri portørarnar, har Gunnar var førari, og um nýggju málini í bodybuilding, ið fyrstu ferð verða umrødd alment. Fólk við sukursjúku hava stórar trupulleikar, tá tey skulu keypa breyð og aðrar føroyskar matvørur. Nógvar vørur eru so illa lýstar, at tað er vónleyst at vita, hvat er í teimum. Tað sigur forkvinnan í Diabetesfelag Føroya, Kristianna Rein. Hon sigur, at nógv fólk venda sær til felagið, tí tey eru ørkymlað av ikki at vita, hvat er í breyðinum, tey keypa. Sjúkrahúsverkið má klára seg fyri tær krónur, sum løgtingið hevur samtykt at játta sjúkrahúsverkinum. Tað vóru boðini frá Karsteni Hansen, landsstýrismanni í heilsumálum, til teir tríggjar sjúkrahússtjórarnar á fundi á Tvøroyri í gjár. Sostatt skal stjórin á illa sperda sjúkrahúsinum á Tvøroyri ikki vænta sær nakra hjálp frá ovasta myndugleikanum, nú vandi er fyri uppsagnum, tí sjúkrahúsið skal spara eina góða millión krónur. Uttanlandsnevndin hjá løgtinginum fylgir strandalandasamráðingunum um uppssjóvarfisk, sum eru í London í hesum døgum. Jákup Mikkelsen, formaður, sigur, at samráðingarnar eru uttan iva størsta uttanríkispolitiska málið hjá føroyskum myndugleikum, og tí ræður um, at politisk semja er um tey stig, sum tikin verða. Uttanlandsnevndin hevur í trimum umførum umrøtt samráðingarnar um sild og makrel, sum nú eru í London. Og tað er ikki óhugsandi, at Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, eisini verður boðsendur um vikuskiftið at ráðføra seg við nevndina, sigur Jákup Mikkelsen. Hóast tónin gerst alsamt hvassari í strandalandasamráðingunum, so er tíðin enn ikki búgvin at lyfta samráðingarnar upp á politiskt stig. Tað heldur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Samráðingarnar eru í hesum døgum í London um svartkjaft, norðhavssild og makrel. Enn er eingin avtala gjørd á nøkrum øki. Nokta norðmonnum Í svartkjaftasamráðingunum hava Føroyar noktað norskum skipum at fiska svartkjaft í føroyskum sjógvi, tí føroysk skip sleppa ikki at fiska makrel í norskum sjógvi. Harumframt hava Føroyar sett fram krav um munandi størri part av sildakvotuni. Tað hevur higartil gjørt samráðingarnar í London, sum eru á embætismannastigi, sera truplar. Í dag hoyra vit frá Náttúrbarnagarðinum í Søldafirði. Børn í 3. flokki í Glyvra skúla minnast aftur á tíðina í náttúrbarnagarði. Upplestur úr dagbók hjá teimum og síðani vitja vit Listasavnið vit eru niðri í Hoyvíkini, tí tað er Savnsfagnaður 2012 Kvinnur eru oftast so trekar at fáa inn í sjónvarpsstovuna, at tað er bæði lættari og skjótari at biðja eitt mannfólk, siga fleiri journalistar. Úrslitið er, at miðlarnir als ikki endurspegla samfelagið, meta tríggjar kvinnur við drúgvum royndum sum journalistar. Politikarar, sum nokta at úttala seg til miðlarnar, hava ikki fatað, hvønn týdning frælsa pressan hevur fyri okkara fólkaræði. Tað meta blaðstjórar og tíðindaleiðari. Millum evnini, ið verða viðgjørd í sendingini sum fyrru ferð varð send í 2003, eru Alfa og Omega Pengar er rótin til alt ilt At seta ljósið undir skeppumálið Millum evnini, ið verða viðgjørd í sendingini sum fyrru ferð varð send í 2003, eru Hví siga vit, sum hin grábeinti lesur Bíbliuna Sum ein dropi í havinum Hvør dagur hevur nóg mikið í síni plágu Millum evnini, ið verða viðgjørd í sendingini sum fyrru ferð varð send í 2003, eru Tað var sum til skræddarins barsil Muður mælir tað, sum hjarta er fult av Har sum skattur tykkara er, har vil hjarta tykkara vera Millum evnini, ið verða viðgjørd í sendingini sum fyrru ferð varð send í 2003, eru At geva upp andan Sælari er at geva enn at taka Snildur sum ormur og falsleysur sum dúgvan Tað kann ikki vera meiningin, at tú skalt vera detektivur fyri at finna fram til, hvat er í matinum, tú keypir. Tað má vera eitt krav, at vørurnar eru merktar. Tað sigur Jústinus Eidesgaard, sum hevur sukursjúku. Í vikuni varð hann illa royndur av at keypa eitt breyð, har sukur var í. Kunngerðin um merking av vørum er frá 1996, og hon er ótíðarhóskandi, ásannar Heilsufrøðiliga Starvsstovan. Føroya fólk ber tapini, um tey koma, og tí eigur Føroya fólk eisini sín part av vinninginum, tá tað gongur væl. Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sum tvíheldur um, at landskassin skal hava vinningsbýti úr Realinum. Realurin rindar partafelagsskatt, men sambært einum lógaruppskoti hjá fíggjarmálaráðnum skal Realurin eisini rinda vinningsbýti. Fíggjarmálaráðið metir, at hóskandi útluting kundi verið ein triðingur av yvirskotinum eftir skatt og tað skal geva áleið 13 milliónir krónur í landskassan næsta ár. Millum evnini, ið verða viðgjørd í sendingini sum fyrru ferð varð send í 2003, eru Hví siga vit at Jesus var í grøvini tríggjar dagar og tríggjar nætur Muður mælir tað, sum hjarta er fult av Jerúsalems oyðileggilsi Vandi er fyri uppsagnum á Suðuroyar sjúkarhúsi, nú sjúkrahúsið skal spara eina millión krónur næsta ár. Sjúkrahússtjórin óttast fyri, at sjúkrahúsið syndrast, tí einki økið tolir fleiri sparingar, sigur hann. Øktar útreiðslur, eitt nú til starvsfólkalønir, ger tað trupult at fáa endarnar á røkka saman, sigur Ronnie Midjord. Eisini á Klaksvíkar sjúkrahúsi skal sparast næsta ár. Formaðurin síðstu átta árini, Geir Gundersen úr Norra, tók ikki við afturvali, og nýggjur formaður er Albert Moukolo. Hann býr í Sveis, men er føddur og hevur størsta partin av lívinum búð í Kongo. Tað er eisini fyrstu ferð í søguni hjá Bláa Krossi, at ein afrikanari er valdur til formann í altjóða Bláa Krossi, sigur Blái Krossur Føroya í tíðindaskrivi. Dánjal og Rúni hava ikki roykt síðan tátturin LEGG AV byrjaði. Vikurnar hava verið bæði lættar og minni lættar, men teir vilja tó leggja av at roykja. Í morgun var Jákup Veyhe frá fólkaheilsuráðnum, og vísti á ymiskar alternativar viðgerðarhættir. Tað fær álvarsamar avleiðingar fyri Realin, um landsstýrið fer at krevja grunnin eftir vinningsbýti. Grunnurin verður veikari mótvegis sínum lánveitarum, og noyðist tí helst at læna fyri hægri rentu. Leiðslan fyri Realin er harðliga ímóti politiskari uppílegging, og tvíheldur um, at Realurin er ein sjálvsognarstovnur, sum tí ongan eigara at rinda vinningsbýti til. Skotski tjóðskaparflokkurin, SNP, hevur nú fingið ynskið sítt uppfylt fólkaatkvøða verður um fullveldi. Spurningurin er, hvat hendir, um meiriluti veruliga verður fyri fullveldi. Og kann tað á nakran hátt koma at ávirka føroysku fullveldisrørsluna Gestur í Sjónarhorninum er Oddur á Lakjuni, sum millum annað hevur lisið bretska søgu. Hann hevur búð í Skotlandi í fimm ár, og flutti fyri trimum árum síðan heimaftur til Føroya. Fá meira at vita í Sjónarhorninum. Longu tá fíggjarkarmarnir vórðu viðgjørdir í vár varð greitt, at sitandi landsstýri hevði í hyggju at niðurleggja Landsbankan. Og tá Løgtingsfíggjarlógin kom til viðgerðar herfyri, var virksemið Landsbankans strikað. Starvsfólkini skulu flytasgt til ymsar aðrar almennar stovnar. Men hetta kemur at kosta landinum, sigur stjórin í Landsbankanum, Sigurð Poulsen. Sigurð Poulsen, landsbankastjóri, er gestur í Sjónarhorninum. Írar gera krav upp á landgrunnin undir Rockall. Eitt írskt herskip sigldi fyri nøkrum døgum síðan kring Rokkin við írska flagginum í húnar hátt. Og tað varð gjørt fyri at staðfesta ynskið ella kravið hjá írsku stjórnini. Bjørn Kunoy, sum starvast í Uttanríkistænastuni, er gestur í útvarpsstovuni. Eins og alt fleiri síggjast renna í gøtunum í Føroyum, síggjast eisini fleiri fólk á súkklu í ferðsluni. Í fyrstu atløgu ljóðar tað væl, tí tess fleiri eru til gongu ella á súkklu, tess færri koyra bil, og tað er gott fyri fólkaheilsuna. Men eru Føroyar eitt gott land at súkkla í Jan Fossaberg frá ferðslupolitinum og Brynhild Høgnadóttir úr Ráðnum fyri Ferðslutrygd umrøða hendan spurning í ferðslutáttinum Á Vegnum. Børn og starvsfólk greiða frá Náttúrubarnagarðinum Víkini í Æðuvík. Tey hava skriva dagbók um upplivingarnar. Tíðarskeiðið er august 2008 til juni 2009 Eisini fara vit at práta við Teir báðar berg Hammer um landsdystin í styrki, tá teir fáa sterkastu danir á vitjan at dystast. Hvat er Quinua Kostfrøðingur greiður frá, og vit fara heim til økonomu at gera ein Quinuarætt. Ein vælgerðargrunnur verður nú stovnaður, sum verður nevndur eftir hjá Rasmusi Rasmussen, tónlistamanni, ið andaðist fyri einari viku síðani, 32 ára gamal. Tað eru vinfólk hjá Rasmusi, sum hava tikið stig til grunnin, ið hevur til endamál at savna pengar til at seta á stovn eitt Fountain Hús í Føroyum. Fyrsta tiltakið til frama fyri Grunn Rasmusar verður ein minniskonsert fyri Rasmusi Rasmussen í Sjónleikarhúsinum í Havn leygarkvøldið . Á konsertini verða millum onnur Hanus Johansen, 200, Sveinur og ikki minst gamli bólkurin hjá Rasmusi Rasmussen, Makrel, ið fer á pallin saman við gittarleikaranum, Benjamin Petersen. Allur ágóðin frá tiltakinum fer beinleiðis til arbeiði at seta á stovn eitt Fountain hús fyri sálarsjúk í Føroyum. Eg eri sera takksom fyri avgerðina, sum var tikin í gjárkvøldið. Tað sigur Tórun Poulsen, ein av teimum avvarðandi, nú tey trý menningartarnaðu búfólkini kunnu flyta heimaftur í sambýlið í Svanga í Havn. Felagið Javni eftirlýsir størri virðing fyri teim menningartarnaðu og gerandisdegi teirra. Fyri ikki so øgiliga nógvum árum síðan var Gundadalur eitt fjarskotið stað í Havn, har fólk sjáldan komu. Svimjihylur og fótbóltsvøllur komu tó rættiliga tíðliga í farnu øld, men harfrá var tó langur vegur til ta ítróttarligu mistøð, sum Gundadalur í dag er. Magnus Hansen og Poul Michelsen greiða eisini frá øðrum enn ítrótti. Til dømis barakkunum hjá eingilsmonnum, plantasjuni, hvíldarheiminum Naina, Skipara Hansen steini, og øðrum. Hóast bøkur hansara vóru millum tær mest lisnu í Danmark eitt skifti í 50 árunum, hevur Richard B. Thomsen helst ongantíð verið javnmettur við aðrar av føroysku samtíðarhøvundunum. Í hesi sendingini verður Richard B. Thomsen lagdur undir sjóneykuna. Malan Marnersdóttir og Jógvan Isaksen meta um høvundin, og Jon Hestou greiðir frá abbanum, sum var vinnulívsmaður og rithøvundur hvørt um annað. Kommunuvalið nærkast, og tað merkist í bløðum og á internetportalum. Tey eru full av lesarabrøvum og gyltum vallyftum um millum annað svimjihylar baðilond, djóragarð, hægri barnafrádrátt ella barnakekk og hvussu liviligt tað skal vera fyri øll í kommununi. Hoyr samrøðu við Helga Rasmussen, vinnulívssálarfrøðing um, hvørjar knøttar valevnini royna at trýsta á hjá veljarunum, og um tað riggar. Tey trý búfólkini við menningartarni, sum í fleiri enn 20 ár hava búð saman á einum bústovni í Svanga í Havn, sleppa nú aftur at búgva saman. Herfyri vórðu tvey teirra flutt á annan stovn at búgva, og hetta kom sera dátt við hjá bæði búfólkum og teimum avvarðandi, sum gjørdu vart við sína ónøgd. Tey høvdu millum annað fund við Anniku Olsen, landsstýriskvinnu við almannamálum, í gjár. Petra Johnsdóttir Joensen, stjóri í Almannaverkinum, vísir aftur, at landsstýriskvinnan hevur givið Almannaverkinum boð í hesum málinum. Føroyingar lótu minni til Reyða Kross í ár enn í fjør. Slakar 600.000 krónur komu inn hesa ferð, og tað eru einar 50.000 krónur færrii enn í fjør. Pengarnir frá innsavningini fara til Vesturafrika. Ein orsøk til versnaða úrslitið kann vera, at ov lítið hevur verið at hoyrt um Vesturafrika seinastu tíðina, heldur Siri Tórgarð, dagligur leiðari hjá Reyða Krossi í Føroyum. Innsavningin er altíð fyrsta leygardag í oktober mánaði, men Reyði Krossur umhugsar at broyta hetta. Tí føroyingar hava so nógv um at vera hesa árstíðina, sigur Siri Tórgarð, dagligur leiðari hjá Reyði Krossi í Føroyum. Umleið 2000 føroyingar hava sjúkuna typu 2 diabetes, men teir vita ikki av tí. 3000 føroyingar, eldri enn 40 ár, eru við í einari víðfevndari diabeteskanning millum føroyingar. Jens Andreasen, diabeteslækni, og Pál Weihe, yvirlækni, standa fyri kanningini, og úrslitini verða almannakunngjørd seinni í ár. Stjórin á Hagstovu Føroya, Hermann Oskarsson, ger viðmerkingar til nýggjastu frágreiðingina um prístalið. Hann hevur útbúgving sum búskaparfrøðingur. Triðja ársfjórðing vóru brúkaraprísirnir 2,4 prosent hægri enn sama ársfjórðing í fjør. Hetta er nakað meiri enn annan ársfjórðing, tá prísvøksturin var 2,2 prosent, vísa tøl hjá Hagstovuni. Býlisprísirnir eru hækkaðir mest, og hava eisini størstu ávirkanina á brúkaraprístalið. Rentan á íbúðalánum er farin 16,9 prosent upp, brennioljan til húsarhald 8,7 prosent og ravmagn 6,6 prosent. Samanlagt eru býlisútreiðslurnar dýrkaðar 8,5 prosent seinasta árið. Árligi prísvøksturin á matvørum var 2,2 prosent triðja ársfjórðing, samanborið við 1,0 prosent annan ársfjórðing. Prísirnir í flestu matvørubólkum eru hækkaðir seinasta árið. Kaffi er dýrkað 13,4 prosent og kjøt 8,6 prosent. Størsta príslækkingin hevur verið í nýtslubólkunum Klædnavørur og fótbúnaður, og Innbúgv, húsbúnaður og líknandi. Tað eru tíggju ár síðan, at Náttúrugripasavnið hevði fyrsta Savnsfagnaðin, sum í dag er rættiliga umfatandi alt frá gomlum tingum og náttúru, til list og livandi fiskar. Fornminnissavnið í Brekkutúni, Útisavnið í Hoyvík, Náttúrgripasavnið, Jarðfeingi, Listasavnið, og Sjósavnið skipa fyri Savnsfagnaðinum, nú skúlabørnini og onnur hava heystfrí. Klokkan ellivu í gjár lótu søvnini dyrnar upp og morgunsendingin var millum fyrstu gestirnar í Brekkutúni í Hoyvík. Savnsfagnaðurin í ár er ætlaður øllum aldursbólkum og hevur evnið Aldur Savnslærarin Palli Askham greiðir frá á innisavninum í Hoyvík og vit hoyra eisini børn og foreldur. Savnsfagnaðurin heldur fram alla vikuna. Føroysk ungfólk eru í størri vanda at fáa typu 2 diabetes seinni í lívinum enn javnaldrar í grannalondunum. Tað vísir nýggj gransking av føroyskum ungum, sum ganga í 9. flokki. Orsøkin er fyrst og fremst ættarbregði, og at tey ungu eru ov tjúkk. May Britt Skoradal Jacobsen, sjúkrarøktarfrøðingur, hevur saman við øðrum gjørt kanningina. Í Danmark eru tað 20 prosent av næmingunum í 9. flokki, sum hava ættarbregði, ella eru ov tjúkk, men í Føroyum eru tað 46 prosent av næmingunum, sum hava ættabregði og viga ov nógv. Skulu fermingarfyrireikingarnar vera í skúlatíðini Og um so er, hvør avgerð so hetta. Tað er dagsins spurningur í táttinum Børn og ung. Anna Dalsgaard, lærari svarar Mongu skipasølurnar í summar eru sjónligt tekin um eina skipan, sum fullkomuliga hevur spælt fallit. Tað sigur Henrik Old, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, nú tað er staðfest, at 50 skipasølur vóru í summar sum avleiðing av leistinum, ið varð lagdur fyri makrelfiskiskapin. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ásannar, at skipanin má gerast betri næstu ferð. Føroyingar fingu nógv burtur úr bókamessuni í Frankfurt, sum endaði í gjár. Útlendingar høvdu stóran áhuga fyri føroyskum bókum. Millum annað keyptu íslendingar eina føroyska barnabók at geva út fyri aðru ferð í ár, sigur Niels Jákup Thomsen, stjóri á Bókadeild Føroya Lærarafelags. Eisini var stórur áhugi fyri bókunum hjá Bárði Oskarssyni og Jóanesi Nielsen. Tað hoyrir ongastaðni heima, at menniskju, sum ikki kunnu verja seg, fáa slíka viðferð. Tað siga tvey avvarðandi hjá búfólkum í einum sambýli í Svanga í Havn, sum eru skelkað av viðferðini, sum sonur og systir teirra hava fingið. Tey hava búð saman í 32 ár. Men nú er tey flutt og tey sleppa ikki longur at búgva saman. Útvarpið royndi fyrrapartin at fáa viðmerking frá Almannaverkinum, men tað eydnaðist ikki. Aldurin nýtist ikki at verða nøkur forðing fyri at hava eitt virkið lív. Tað er Meinhard Berg, sum býr í Borgarnesi í Íslandi, eitt gott dømi um. Meinhard er ættaður úr Funningsfirði, men flutti á ungum árum til Íslands. Í Borgarnesi hevur Tórður Mikkelsen hitt Meinhard, sum hóast hann farin um tey 87, á hvørjum ári fer langt inn í landi at fiska síl, og saman við vinmonnunum koyrir hann eisini uppi á jøklunum. Og árið í ár var onki undantak, tí aftur í heyst var Meinhard inni í Sveituni og fiskaði síl. Beint eftir klokkan sjey í gjárkvøldið fór streymurin um at kalla alt landið. Bara í Suðuroynni og á útoyggjunum høvdu tey streym. Eitt brek á Eiðisverkinum var orsøkin til streymslitið. Streymurin var burtur í góðan hálvan annan tíma. Hetta er triðja ferðin í ár, at streymurin fer um stóran part av landinum. Í 1978 fáa vit nýggja ferðslulóg og kunnu koyra skjótari, tey 150 rituvíksneytini fáa ikki innflutningsloyvi, og nú er farið undir fyrireikingarnar til nýtt útvarpshús og Norðurlandahúsið. Hesar eru millum hendingarnar, ið verða umrøddar í fyrru sendingini um árið 1978. Vantandi málsligur kunnleiki ger tað torført hjá nógvum útlendingum at fáa arbeiði, sum tey eru skikkað til. Í staðin noyðast nógvir tilflytarar við góðum útbúgvingum at gera ófaklært arbeiði. Nógv bendir á, at Norrøna noyðist at sigla á Vág, um hon verður avloysaraskip fyri Smyril, sum skal dokk í vár. Tað kom fram, tá tingið í dag viðgjørdi málið um at játta pening til dokkingina av Smyrli og at leiga avloysaraskip, tilsamans 13,5 milliónir krónur Kristin Michelsen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, sum eisini er borgarstjóri á Tvøroyri, segði seg hava frætt, at Norrøna kann ikki brúka ferjuleguna á Krambatanga, tí undirlendið er ov vánaligt, og tí ætlar Landsverk at brúka nógvan pening til at seta pullartar upp í eini havn aðra staðni í oynni, er í Vági. Johan Dahl, landsstýrismaður, váttaði, at Landsverk heldur ikki ferjuleguna á Krambatanga verða egnaða til Norrønu, men eingin avgerð er tikin. Hoyr Johan Dahl og Kristin Michelsen undir orðaskiftinum í tinginum. Øll kenna hetta at koma inn í eitt rúm, til dømis hjá lækna, og kenna okkum væl frá fyrstu løtu. Men vit kenna eisni ta øvugtu kensluna og ynskið um at sleppa út aftur sum skjótast. Vit tosa um energiir. Hetta hava eysturlendingar verið tilvitaðir um í nøkur túsund ár. Kanska serliga kinverjar virka við orku sum nakað, ið øll fólk hava og senda út. Onkur kallar tað eisini vibrasjónir, ið harafturat avdúka, júst hvørjari støðu okkara sinni og javnvág eru í. Oftani kann bland koma í ynskihugsan og tað vit veruliga hava brúk fyri. Serliga tá tað um kærleikssambond seg snýr. Men ein kann nýta umsar framferðarhættir, fyri at fáa skil uppá tann rótuta heilan, ið mangan etur upp okkara lívsorku. Ein háttur er Feng Shui, ið skálakvinnan Sigrid Sighvatsson veit nógv um. Feng Shui er læran um at broyta umhvørvið, fyri at broyta seg sjálvan og draga bæði fólk og umstøður til sín, sum ein hevur brúk fyri. Hetta fyri at fáa meira orku, røttu orkuna, ella javnvág. Næsta mikukvøld skipa hon og gestalterapeuturin Tina Rasmussen fyri skeiði í Klaksvík, har tað besta frá psykoterapiini og Feng Shui verða nýtt. Handverkaravinnan hevur stóran tørv á arbeiðsmegi. Tí má tað gerast lættari hjá faklærdari arbeiðsmegi úr ES londum at koma til Føroya at arbeiða. Tað heldur Esther Dahl, ráðgevi í arbeiðsmarknaðarmálum í Vinnuhúsinum. Síðani 2008 hevur yvirskipaði leisturin verið, at tá arbeiðsloysið í Føroyum er oman fyri 3,5 prosent, ber ikki til hjá ES borgarum at koma til Føroya at arbeiða. Í 10 ár hava Bárður Háberg og Óli Jógvansson smíðað poppsangir ætlaðir altjóða artistum og marknaðum og júst nú hava teir stóra viðgongd við sangum, sum hava ligið nummar eitt á hittlistum í Japan og Teivan. Higartil eru ein millión eintøk av sangum, ið Baroli Music hevur smíðað, seld kring heimin. Allir sangirnir í sendingini eru smíðaðir av Baroli Music. Vit eru á Sølutroginum í Havn og práta við Carg August Arge. Hann greiðir frá lívinum sum útróðrarmaður, avbjóðingunum og frælsinum. Fiskatrot, fiskileiðir, og søluhættir eru eisini evni, ið nomið verður við. Carl August Arge hevur eisini viðgerðarstovu, men útróðurin verður raðfestur fremst. KT fyritøkan Norriq hevur stórar avbjóðingar, og tískil er tað ivasamt, um nýggju eigararnir hava gjørt eitt gott keyp. Tað sigur Allan Thestrup, blaðstjóri á danska KT blaðnum CRN. Stóra mistakið hjá undanfarnu eigarunum var, at teir ikki hildu seg til KT menning og sølu, men eisini eisini keyptu eina handilsketu, ið selur teldur og telduamboð eitt mistak, ið endaði við at kosta eigarunum 200 milliónir krónur Tey, sum hava keypt Norriq, eru Pf. Enniberg v Mortani Johannesen, spf. Holm, GTM Holding, Reiðaríið Ruth v Gullaki Madsen, og fyrrverandi stjórin, Bo Martinsen. Sálarsjúklingar fáa í ov stóran mun heilivág heldur enn samrøðuterapi í heilsuverkinum, tí heilivágurin er ein lættari og skjótari loysn. Tað kom fram í dokumentarsendingini Eg vil ikki krógva tað 7 dagar á psykiatriska deplinum, sum varð send í sjónvarpinum í gjárkvøldið. Súsanna O. Skaale, sálarfrøðingur, greiddi frá støðuni á Psykiatriska deplinum. Øll sendingin kann síggjast kringvarp.fo netvarp Hesa vikuna hava vit hoyrt um Álv Ákason, og í dag siga børn av Velbastað sína hugsan um Álv. Síðani fara vit í Ding Ding Pippting, har Jensina greiðir frá Ein minniluti í løgtingsins fíggjarnevnd, Aksel V. Johannesen og Eyðgunn Samuelsen úr Javnaðarflokkinum, og Kristina Háfoss úr Tjóðveldi, halda, at fíggjarlógaruppskotið, sum landsstýrismaðurin hevur borið í løgtingið, lýkur ikki krøvini í játtanarlógini. Jørgen Niclasen vísir kæruni aftur. Amerikanska sendistovan í Keypmannahavm hevur fingið eina áheitan um at senda fimm stuttar filmar úr Føroyum til Kennedysentrið í Washington. Har verða filmar úr øllum Norðurlondum við til eitt úrval, sum verður sýnt fram í samband við festivalin Nordic Cool í februar og mars 2013. Verkætlanarleiðarin greiðir frá kappingini. Brøðrasamkomurnar hava haft sera stóra týdning fyri Føroyar. Bæði málsliga, tjóðskaparliga og búðskaparliga Tað vísir gransking sum Tórur Jóansson hevur gjørt av brøðrasamkomunum í Føroyum. Í sendingini verður tosað við Tórð, hví brøðrasamkoman gørdist so sterk og hvønn týdning samkoman hevur haft fyri Føroyar. Eisini verður tosa við søgufrøðingin Hans Andrias Sølvará, um hví føroyingar tóku brøðrasamkomuna til sín, í mun til íslendingar, har brøðrasamkoman ongantíð veruligani fekk fótafesti. Hoyr sendingina her. Útoyggjasamfeløgini syndrast, um borgararnir verða tiknir av ræði, og avgerðirnar um teirra lív og nærumhvørvi verða fluttar av oynni til onnur taka. Tað heldur Olga Biskopstø, samskipari í Útoyggjafelagnum. Veruleikin er, at smáu útoyggjakommunurnar eisini syndrast, um tær ikki leggja saman við størri kommunu, sum kann tryggja borgarunum eitt nútímans tænastustøði, heldur Kristian Hansen, borgarstjóri í Húsa kommunu. Upphæddirnar, sum kommunurnar skulu gjalda, um barnaverndirnar senda eitt barn á samdøgursstovn, meiri enn tvífaldast á nýggjárinum. Og tað halda kommunurnar verða greitt brot á avtaluna frá 2005, tá kommunurnar yvirtóku stóran part av barnaverndarøkinum. Tað sigur Kommunusamskipan Føroya í viðmerkingum sínum til ætlaðu broytingarnar í kunngerðini. Landið brýtur avtalu Kommunusamskipan Føroya sigur, at Almannamálaráðið greitt ger seg inn á ta avtalu, sum var gjørd millum land og kommunur, tá ið barnaverndarøkið var lagt til kommunurnar, umframt at hetta er grundleggjandi brot á meginregluna um, at vald og gjald skal fylgjast. Javna gjaldið Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum sigur, at barnaverndarøkið er kommunalt, og kommunurnar hava ábyrgdina av m.ø. fosturforeldraskipanini, meðan landið hevur ábyrgdina av samdøgursstovnunum. Tað er fyri at javna gjaldið, at kunngerðin verður broytt, sigur hon. Bárður Nielsen, formaður í fíggjarnevndini, heldur, at uppgávurnar, sum Landsbankin røkir í løtuni, kunnu eins væl røkjast av øðrum stovnum, tí Landsbankin er ikki tjóðbanki. Hann heldur, at óheftni verður eins væl tryggjað við teimum broytingum, sum landsstýrið hevur skotið upp, hóast Landsbankin verður tikin av. Kristina Háfoss, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, sigur, at uppskotið hjá landsstýrinum er at ein politisk verkætlan um at avtaka Landsbankan fyri einhvønn prís. Gjaldførisumsitingin verður nógv tættari landsstýrismanninum, og tí munandi minni óheft, sigur hon. Hoyr orðaskifti millum Bárð Nielsen og Kristinu Háfoss í útvarpstíðindunum. Vit hitta Hansu Glerfoss í Klaksvík. Hon greiðir frá yndissøgu sínari, Kristin Lavransdóttir. Eisini sigur hon, at lesnaðurin hevur fingið hana at lesa bøkur regluliga. Skal tað kosta 100 krónur fyri eina skaðastovuvitjan. Tað tosa vit millum annað um í Eygleiðingini hesa ferð. Hoyr Eygleiðingina her. Tað er umráðandi, at vit vinna. Eg krevji ongan stórsigur, fáa vit sigurin til høldar, eri eg nøgdur. Tað sigur svenski stórleikarin, Zlatan Ibrahimovic, um dystin móti Føroyum á Tórsvølli í morgin fríggjadagin. Tað ræður um at vera tolin og nærlagdur og syrgja fyri at fáa neyðugu málini, segði Zlatan á tíðindafundi í Svøríki í gjár. Føroyski landsliðsvenjarin, Lars Olsen, væntar ein harðan dyst í morgin. Ein 15. 20 fólk komu við okkum at spáka í eldra partinum av Viðareiði. Gingið var frá Rundingini, niðanfyri Garð, og hildið varð fram oman á Bakka, har kirkja, kirkjugarður, Brekkumørk, Óðnagerð, og onnur støð eru. Systirsonur Daniel Lydersen, Heini Ziska Dahl, tók myndir. Og í dag er Suðuroyarportalurin uttan iva tann miðilin, sum ber flest tíðindi úr Suðuroynni. Málið um at fortelja føroyingum heima og úti, at í Suðuroynni hendir nógv er onkursvegna rokkið. Og hetta sæst og hoyrist eisini í stóru miðlunum, sum í dag hava eina meiri fjøltáttaða mynd av Suðuroynni ofta við Suðuroyarportalinum sum keldu. Nógv kann framvegis gerast uppaftur betur og roynt verður allatíðina at taka fet rætta vegin og betra um innihald og fjølbroytni á Suðuroyarportalinum. Frá at Suðuroyarportalurin bar tíðindi í teksti og myndum, fevnir Suðuroyarportalurin í dag eisini um kykmyndir og um beinleiðis útvarpaða frásøgn frá fótbólti. Suðuroyarportalurin Oda Strøm, sum saman við Dánjali Klakk og Rúna K. Joensen, royna at leggja av at roykja, roykti aftur seinasta vikuskiftið. Hon sigur, at tað at fara í veitslulag var ikki tað rætta. Oda vil tó gera enn eina roynd at leggja sigarettirnar á hylluna. Dánjali Klakk og Rúna K. Joensen, hava ikki roykt síiðan LEGG AV byrjaði. Kollveltingar, uppreistur og mótmæli hava eyðkent Miðeystur og arabiska heimin síðan januar í fjør. Í Egyptalandi varð Hosni Mubarak koyrdur frá, og vesturheimurin tosaði um demokrati í Egyptalandi. Í dag situr islamisturin, Muhammed Mursi, ein av høvuðsmonnunum í Muslimska Bróðurlagnum, sum nýggjur egyptiskur forseti. Spurningurin er, um hetta er tað fólkaræðið, sum egyptar vildu hava, og um vesturheimurin bara var naivur. Gestir í útvarpsstovuni eru Búgvi Poulsen, lærari í geografi og samfelagsvísindi, Heini í Skorini, stjórnmálafrøðingur og MA í religiónsvísindi, og Óli Breckmann, eyðgleiðari, ísraelsvinur og borgarligur USA kennari. Katrin Nolsøe lesur. Gunilla Bergstrøm skrivaði og myndprýddi. Niels Jákup Thomsen týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út Samtak er ímóti ætlanini hjá landsstýrinum at endurskoða, ella enntá strika avmarkingina, fyri at fáa ES borgarar til Føroya at arbeiða. Hetta er at halda tey arbeiðsleysu í Føroyum fyri ta turra rukku, sigur Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtaki. Hon biður landsstýrið um at leggja seg eftir at fáa arbeiðsleys aftur til arbeiðis. Fit fer eisini við trimum tannáringum at gera fiskafrikadellur við grønmeti. Hvat tey halda um hetta, verður áhugavert at hoyra. Eisini skulu 8 kvinnurnar, ið luttaka í Frá feit til Fit vigast á fyrsta sinni. So háspeniingur er í luftini Hetta er ein tann truplasta avgerðin, eg havi tikið. Tað sigur Rúna Sivertsen, úr Sjálvstýrisflokkinum, um avgerðina at atkvøða fyri broytingaruppskotinum hjá andstøðuni um at útseta samanleggingina av Klaksvíkar og Húsa kommunu. Hetta, hóast hon umboðar Sjálvstýrisflokkin í samgonguni í býráðnum í Klaksvík. Rúna Sivertsen tók fyri fyrstu ferð í gjár sæti í býráðnum, tá hon avloysti Jógvan Skorheim, varaborgarstjóra, sum hevði biðið um farloyvi úr býráðnum. Íløgan í Norriq kostar Føroya Tele út við 80 milliónir, nú leivdirnar av kt fyritøkuni í næstum verða seldar fyri lítið og lætt. Pengarnir eru mistir, staðfestir Kristian R. Davidsen, stjóri. Nú alt verður gjørt upp, standa eigararnir, sum allir eru føroyskir, til at missa nógvar pengar. Eitt fyribils roknistykki vísir, at missurin verður okkurt um 200 milliónir krónur. Elin Brimheim Heinesen og Hans Pauli Tórgarð vóru á einum máli um, at Høgni Lisberg er í toppformi á nýggju fløguni Con Man. Fløgan var ummæld í sendingini í gjár. Harumframt var viðtal við Høgna Joensen og Bjarna Rubeksen um stóra útvarpsleikin Oliver Twist, sum teir løgdu til rættis og stjórnaðu til upptøku miðskeiðis í 80 árunum, og sum útvarpið nú fer at endursenda. Leikurin er í tólv pørtum og er drúgvasta leikverk í útvarpinum í nýggjari tíð. Býráðið í Klaksvík samtykti seint í gjárkvøldið fyri afturlatnum hurðum, at kommunan yvirtekur skuldina í Badmintonhøllini og í KÍ høllini. Ein meiriluti atkvøddi fyri einum broytingaruppskoti frá Atla S. Justinussen, úr Fólkaflokkinum, um at yvirtaka hallirnar. Klaksvíkar kommuna fer nú undir samráðingar við Norðoya Sparikassa um at yvirtaka hallirnar, sigur Gunvá við Keldu, borgarstjóri í Klaksvík. Samrøða við Hall Thomsen, sum er deildarleiðari á arbeiðsmarknaðardeildini í Almannaverkinum og Ernst Jacobsen stjóra á ALS um, hvussu arbeiðsmarknaðurin er brynjaður til at taka ímóti fólkum við eitt nú sálarsjúkum. Eisini verður komið inn á, hvørjar møguleikar nýggja arbeiðsmarknaðarlógin fer at geva fólkum við serligum avbjóðingum. Samrøðan er liður í eini røð av innsløgum, sum morgunsendingin hevur gjørt í sambandi við altjóða dagin fyri sálarheilsu, ið er mikudagin 10. oktober 2012. Kristian Hansen, borgarstjóri í Húsa kommunu, er vónbrotin av, at Klaksvíkar býráð vrakaði ætlaðu samanleggingina millum Húsa kommunu og Klaksvíkar kommunu. Hann tekur samtyktina í Klaksvíkar býráð í gjárkvøldið til eftirtektar, men væntar ikki, at støðan broytist, hóast bíðað verður fýra ár afturat at leggja saman. Í sambandi við altjóða dagin fyri sálarheilsu varpar morgunsendingin ljós á júst hetta evnið í nøkrum sendingum. Her kanst tú hoyra samrøðu við Tórunn Ósá, leiðandi sjúkrarøktarfrøðing á psykiatriska deplinum. Hon greiðir millum annað frá hugtakinum framtíðar psykiatri . Á býráðsfundi í Klaksvík í gjárkvøldið samtykti býráðið við teprum meiriluta eitt broytingaruppskot frá Steinbirni O. Jacobsen, býráðslimi fyri Tjóðveldi í andstøðu, um at bíða við endaligari samanlegging millum kommunurnar. Seks atkvøður vóru fyri broytingaruppskotinum og fimm ímóti. Steinbjørn O. Jacobsen heldur ikki, at tilgongdin í sambandi við ætlaðu samanleggingina hevur verið tann rætta. Tí mælir hann til at útseta samanleggingina. Tað er ódemokratiskt at lata tveir bygdaráðslimr avgera, um Húsa kommunu skal leggja saman við Klaksvíkar kommunu. Tað heldur Útoyggjafelagið, sum nú heitir á Klaksvíkar býráð um at um ikki at taka endaliga støðu til málið um samanlegging á fundinum í kvøld, men í staðin geva málinum gjølligari viðgerð Tað er alneyðugt, at tey, sum búgva í Húsa kommunu, fáa ein veruligan møguleika at vera við í tilgongdini, sigur Olga Biskopstø, samskipari hjá Útoyggjafelagnum. Ivi hevur tikið seg upp í Klaksvíkar býráð, nú býráðið í kvøld skal taka støðu til, um Húsa kommuna kann sleppa upp í Klaksvíkar kommunu. Steinbjørn O. Jacobsen, býráðslimur, sum var borgarstjóri í Klaksvík, tá Mikladals kommuna og Svínoyar kommuna komu upp í Klaksvíkar kommunu, er ikki nøgdur við tilgongdina, nú Húsa kommuna og Klaksvíkar kommuna ætla at leggja saman. Á fíggjarnevndarfundi herfyri tók Steinbjørn O. Jacobsen undir við samanleggingini, men nú hevur hann hálsað um. Hevði eg vitað, hvat uppskotið um bygnaðarbroytingarnar kostaði, so hevði tað kanska ikki verið gjørt. Tað sigur landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø. Hann heldur upphæddina fyri bygnaðarbroytingarnar vera nakað stóra, men ásannar, at nú vendist ikki aftur. Tilsamans eru nýttar meiri enn 630.000 krónur til uppskotið um bygnaðarbroytingarnar í Mentamálaráðnum. Tey, sum eiga Itexo, er m.o Føroya Tele, Formula sum Føroya Tele eigur meginpartin av, almenni Framtaksgrunnurin, framtaksfealgið Notio sum Eik Banki nú eigur, og TF Íløgur, sum er eitt dótturfelag hjá TF Holding. Útvarpið hevur fyrrapartin roynt at fáa eina viðmerking frá Kristiani Davidsen, sum gjøgnum Føroya Tele og Formula er ein av størstu eigarum í Norriq, men hann hevur verið upptikin á fundi. Jóhannes Egholm Hansen umboðar Føroya Tele í nevndini fyri Itexo. Heldur ikki hann var at hitta fyrrapartin. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Kanningin er gjørd í Íslandi á hvørjum ári seinastu 15 árini og fyri fyrstu ferð í Føroyum í vár. Tølini og niðurstøðurnar, sum komu fram í kanningini, vóru bæði áhugaverd og skelkandi. Kanningin fevnir um viðurskifti so sum, hvussu nógv tey 14 15 ára gomlu roykja, drekka, eru úti um kvøldið, taka skúlan í álvara, eru saman við foreldrum sínum, bólkatrýst og mangt annað. Tølini fyri føroyska ungdómin eru væl hægri enn fyri islendsku javnaldrarnar, tá ið talan er um, hvussu ofta tey hava verið full seinastu 30 dagarnar, hvussu nógv tey roykja, hvussu lítið tey eru saman við foreldrum sínum, hvussu nógv foreldrini vita um, hvørjar vinir tey ungu hava og so framvegis. Tølini fyri føroyska ungdómin liggja á sama stigi sum fyri íslendska ungdómin fyri 15 árum síðan, áðrenn átøk vóru sett í verk, vísti Jón Sigfusson á. Tað er púra burturvið at forða ES borgarum at koma til Føroya at arbeiða, samstundis sum føroyingar í hópatali fara uttanlands at arbeiða. Tað sigur landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum, Johan Dahl, sum mælir til at strika serligu regluna, ið forðar útlendingum at koma til Føroya at arbeiða, tá arbeiðsloysið er oman fyri 3,5 prosent. Í 1970 lækkar valrætturin til løgtingsvalið niður í 20 ár og hetta er eisini fyrsta valið, har persónliga atkvøðutalið skal vera avgerandi fyri, hvør á einum lista verður valdur. Hetta er eisini árið ítróttarhøllin á Hálsi í Havn verður vígd, og Dave Christian, ið er útvarpsvertur á Radio Luxembourg, vitjar í Føroyum. Hóast fíggjarliga trongar tíðir, hevur Mentamálaráðið brúkt meiri enn 600.000 krónur fyri at fáa uppskot um ein nýggjan bygnað í ráðnum. Ein bygnaður, sum ikki er settur í verk enn. Men tað verður hann, lovar aðalstjórin í Mentamálaráðnum. 2Improve mælir til at broyta bygnaðin í Mentamálaráðnum soleiðis, at arbeitt verður meira í toymum. Skipað verða fimm toymi Leiðslutoymið, fyrisitingartoymið, HR og Lógartoymið, menningartoymið og avrikstoymið. Hetta er ein spildurnýggju bók um Álv Ákason. Jensina Olsen lesur, Niels Jákup Thomsen týddi og Gunilla Bergstrøm skrivaði. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2012 Prátað varð millum annað um fátakradømi og búskaparligan vøkstur, tá Jóannes Jacobsen vitjaði í sendingini Røddin. Hoyr alla sendingina her. Húsa kommuna og Klaksvíkar kommuna verða eftir øllum at døma lagdar saman 1. januar. Á býráðsfundi í annaðkvøld fer býráðið í Klaksvík at viðgera málið. Fíggjarnevndin mælir til, at leggja saman eftir sama leisti, sum tá aðrar smærri kommunur eru komnar upp í Klaksvíkar Kommunu. Men fyrrverandi borgarstjórin á Húsum, Magni Garðalíð, skilir einki. Tí eingin borgarafundur hevur verið á Húsum, og hann sigur, at kommunustýrið hevur ikki viðgjørt málið um samanlegging. Harafturat var stórur meiriluti ímóti samanleggin á fólkaatkvøðuni herfyri. Fólkaflokkurin vil helst hava gjaldið til Heilsutrygd at vera tað sama sum í dag. Tað vil siga, at øll gjalda eins, sama hvørja inntøku tey hava. Heilsutrygd eigur ikki at vera ein skattur, sigur formaðurin í Fólkaflokkinum, Jørgen Niclasen. Øll, sum eru yvir 18 ár, gjalda í dag 265 krónur um mánaðin til Heilsutrygd. Í uppskotinum, sum landsstýrið bar í løgtingið, beint áðrenn fíggjarlógin skuldi leggjast fram, verður gjaldið broytt. Nú skal gjaldast eitt grundgjald, sum er 160 krónur um mánaðin. Og haraftrat skulu fólk so gjalda 0,55 prosent av inntøkuni. Tað vil siga eitt grundgjald fyri øll, og so eitt inntøkuregulerað gjald. Fyrstu umleið 20 árini var starvið skipað sum leiðari fyir sjálvstøðuga stovnin Skórøkt landsins. Síðan juni 2007, tá Skógrøkt landsins varð niðurløgd sum sjálvstøðugur stovnur, hevur virksemið verið skipað sum partur av Umhvørvisstovuni, nú sum deildin Skógrøkt. Saman við ymsum samstarvsfeløgum hevur Tróndur staðið fyri at byggja upp Gróðurstøðina í Miðhoydølum, har ein stórur partur av eftirspurninginum á plantum og runnum her í landinum verður nøktaður. Høvuðsvirksemið hevur tó verið umsitingin av skógfriðaðu viðarlundunum kring landið, og í samstarvi við Skógfriðingarnevndina hjá landsstýrinum at menna áhugan fyri planting kring landið. Minniliga Jólaódnin í 1988 broytti nógv í gomlu viðarlundunum, sum tó samstundis opnaði møguleikan fyri nýskipan av hesum økjunum, millum annað við størri fjølbroytni fyri eygað. Tróndur Leivsson varð útbúgvin í Noregi í skógarfrøði og náttúruumsiting og starvssettur í Føroyum í 1987. Tróndur Leivsson hevur eisini havt álitisstørv í norðurlendskum høpi. Fólkaflokkurin tók undir við, at lógaruppskotið um at broyta heilsutrygdargjaldið varð boriðí tingingið. Men Fólkaflokkurin tekur ikki undir við innihaldinum í uppskotinum. Tað sigur Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum. Men hetta samsvarar ikki við tað, ið Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, hevur sagt um uppskotið at broyta heilsutrygdargjaldið. Sambært uppskotinum um Heilsutrygd verður gjaldið eftir 1. januar skipað soleiðis, at goldið verður eitt grundgjald og so eitt gjald, sum er tengt at inntøkuni. Í dag rinda øll somu upphædd, 265 krónur um mánaðin. Tað var óvæntað, at Janus Rein tók seg úr Framsókn, sigur Eirikur Lindenskov, blaðstjóri og politiskur viðmerkjari. Hann veit ikki, um Janus Rein fer upp í annan flokk, men mest sannlíkt verður hann uttanflokkatingmaður, og tí broytist politiska javnvágin í tinginum ikki. Tað, ið skuldi vera ein vanlig bjarging á midnátt fríggjakvøldið, endaði sum alt annað. Hans Erik Jacobsen, flogskipari, og hansara manning á bjargingartyrluni hjá Atlantsflogi, hevði júst verið eftir einum av manningini á 50 tonsaranum Riba, ið hevði pínu í maganum, og ført hann á Landssjúkrahúsið, tá tað aftur vóru boð frá MRCC. Ein av manningini á trolaranum Sjagakletti hevði brotið armin. Tá fíggjarkarmarnir vóru til viðgerðar í tinginum í vár, hótti Jenis av Rana fleiri ferðir við at taka seg úr landsstýrissamgonguni. Men nú fíggjarlógin er komin í tingið er formaðurin í Miðflokkinum sum heild nøgdur. Jenis av Rana sigur, at Annika Olsen, landsstýriskvinna, hevur runnið undan fleiri av sínum egnu uppskotum á sosiala økinum, sum vóru frammi, tá fíggjarkarmarnir vórðu lagdir fram í vár. Hinvegin heldur Jenis av Rana, at inntøkurnar frá pensjónsskattingini við inngjald áttu at farið til at styrkt sosiala økið heldur enn til skattalætta. Niels Jákup Thomsen fer at siga frá, tí hann hevur týtt Álv Ákason bøkurnar til føroyskt. Annika Arge Gregoriusen fer at lesa søguna Tel um grýlur, Álvur. Leivur Thomsen ger ljóðmyndina Í 1970 lækkar valrætturin til løgtingsvalið niður í 20 ár og hetta er eisini fyrsta valið, har persónliga atkvøðutalið skal vera avgerandi fyri, hvør á einum lista verður valdur. Hetta er eisini árið ítróttarhøllin á Hálsi í Havn verður vígd, og Dave Christian, ið er útvarpsvertur á Radio Luxembourg, vitjar í Føroyum. Jane kom til Føroya úr Filipsoyggjunum at hitta Jóhan á Ørg í Sørvági, sum hon hevði fingið samband við á netinum. Tveir mánaðar seinni giftust tey. Nú eru liðin 100 ár síðani rithøvundurin, Thorbjørn Egner var borin í heim. Í hesum sambandi senda vit hoyrispælið Fólk og dólgar í Kardumummubýnum. Leikur frá 1960, sum Thorbjørn Egner skrivaði og Eyðun Johannesen týddi og legði til rættis. Nú eru liðin 100 ár síðani rithøvundurin, Thorbjørn Egner varð borin í heim. Í hesum sambandi fara vit at hoyra søguna Fólk og dólgar í Kardumummubýnum. Søgan verður at hoyra sunnudagar. Játtanin til námsfrøðiliga eftirútbúgving, sum í fjør var 214.000 krónur, er strikað á fíggjarlógini. Sera óheppið, heldur forkvinnan í Føroya Pedagogfelag, Maud Wang Hansen. Hon heldur, at peningurin kundi verið brúktur til ískoytisútbúgvingina, so mismunur ikki varð gjørdur á námsfrøðingum og lærarum. Maud Wang Hansen vísir á, at 12 námsfrøðingar í løtuni gjalda fyri ískoytisútbúgvingina, so 15 lærarar kunnu fáa hana ókeypis. Norrøna fer kanska at røkja siglingina millum Suðuroynna og Havnina, tá Smyril fer í dokk í vár. Samráðingar eru í løtuni millum Strandferðsluna og Smyril Line um at leiga Norrønu til endamálið, upplýsti Johan Dahl, landsstýrismaður í samferðslumálum, í tinginum fyri løtu síðani. AElig tlanin er, at Smyril skal fara í dokk einaferð í vár. Talan er um regluligt eftirlit, sambært krøvum frá skipasýni og klassamyndugleikum, og um viðlíkahald. Smyril verður í dokk einar 4 5 vikur. Tað kemur ikki uppá tal, at TAKS mennir sína egnu talgildu undirskriftaskipan, meðan aðrir stovnar gera sínar skipanir. Tað sigur Johan Dahl, landsstýrismaður, sum hevur ábyrgdina av arbeiðnum at seta talgildu undirskriftaskipanina í verk. Arbeiðið er komið so mikið langt, at landsstýrismaðurin kann seta tíðarfreist á, nær arbeiðið verður liðugt. Tað hevur fingið ilt í Listafólkasambandið, at játtanin til Mentunargrunnin er skerd, samstundis sum peningur verður játtaður til eitt nú gomul, føroysk træskip. Ólavur Jakobsen, formaður í LISA, sigur, at hetta er politisk stýring av mentan og list, og tað hoyrir ikki heima í einum demokratiskum samfelag. Men hesum vísir Bjørn Kalsø, landsstýrismaður aftur. Hann sigur, at Mentamálaráðið skal spara nógvan pening, og haraftrat er játtanin raðfest øðrvísi. Fólkaflokkurin tekur ikki undir við lógaruppskotinum hjá Karsten Hansen, landsstýrismanni í heilsumálum, um at broyta gjaldið til heilsutrygd. Hetta kunngjørdi Jákup Mikkelsen, formaður í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum í tinginum, í sambandi við 1. viðgerð av fíggjarlógini í gjár. Hann segði, at løgmaður hevur lovað at taka uppskotið aftur. Men Kaj Leo Holm Johannesen, at semja er í samgonguflokkunum um broytingarnar, sum eru lagdar fram. Føroyar hava ikki tørv á einum landsbanka, so leingi landið ikki hevur sítt egna gjaldoyra. Tað sigur Jørn Astrup Hansen, fyrrverandi stjóri í Føroya Banka og viðmerkjari. Hann sær ongar vansar í at niðurleggja Landsbankan, sum landsstýrið ætlar. Astrup mælir í staðin til at styrkja Búskaparráðið. Oljuprísurin eigur ikki at stýra skipunum hjá landinum, ið veita borgarunum tænastur. Tí skulu hesar tænastur haldast uttan fyri fíggjarlógina. Tað vóru Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, og Tórbjørn Jacobsen, fyrrverandi løgtingslimur og landsstýrismaður fyri Tjóðveldi, samdir um í sendingini Sjónarhornið í útvarpinum. Tað hongur ikki saman at játta átta milliónir krónur afturat at marknaðarføra Føroyar uttanlands, tá vit framvegis hava heimsins hægstu ferðaavgjøld. Tað heldur Janus Rein, løgtingslimur fyri Framsókn, sum mælir til at avtaka ella lækka ferðaavgjøldini. Tarira skal á konsertferð í Onglandi í heystfrítíðini, og í tí sambandinum skipar kórið fyri eini øðrvísi konsert. Hoyr samrøðu um kórið, konsertina, ferðina og tveir sangir sungnar beinleiðis í studio 5 her. Tað kemur ikki upp á tal, at sjúk fólk skulu gjalda fyri at koma á sjúkrahús. Tað ger landsstýrismaðurin í heilsumálum, Karsten Hansen, greitt, nú uppskot hava verið frammi um, at fólk skulu gjalda fyri eitt nú at koma á skaðastovuna. Men hetta verður av ongum, vissaði landsstýrismaðurin um í Degi og Viku í gjárkvøldið Hinvegin skulu útlendsk reiðarí vænta sær eina rokning frá føroyska heilsuverkinum fyri tær heilsukanningar, tey krevja av sínum føroysku starvsfolkum. Í útgrevstri á Sandi vóru hestabein funnið, ið eru eini 1700 ára gomul. Tað merkir samstundis, at fólk longu hava búð her um ár 300. Í innslagnum greiðir Anna Louisa Joensen frá trivnaði og lyndi hjá føroyska hestinum. Eisini verður tosað um teir fýra hestarnar í Mattalág. Hetta er beinleiðis politisk stýring av mentan og list, og tað hoyrir ikki heima í einum demokratiskum samfelag. Tað sigur Listafólkasamband Føroya LISA sum harðliga mótmælir uppskotinum hjá landsstýrismanninum í mentamálum um at skerja Mentanargrunnin við 20 prosentum næsta ár. Formaðurin í LISA, Ólavur Jacobsen, stúrir fyri avleiðingunum. Journalistar stjala greinar frá hvørjum øðrum, uttan at vísa til kelduna. Tað vildi stjórin á Norðlýsinum prógva. Hann tók tí og skrivaði eina grein, og við vilja skrivaði hann ein feil í greinina. Stutt eftir var sama søga við feilinum, at síggja á fleiri øðrum heimasíðum, uttan at vísa til kelduna, sum í hesum føri var nordlysid.fo. Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum, Kári Durhuus, journalistur, og John William, stjóri á Norðlýsinum, kjakast um góðan sitatsið. Hvat ger tað við trúvirðið, tá ið journalistar viðgera mál, sum teir sjálvir, so ella so, hava tætt tilknýti til. Ábyrgdarblaðstjórarnir á Sosialinum og Dimmalætting, ávíkavist Eirikur Lindenskov og Árni Gregersen og tíðindaleiðarin í Kringvarpinum, Liljan Weihe kjakast um gegnið og trúvirðið hjá journalistum. Næsta hóskvøld fer dokumentardeildin í Kringvarpinum aftur undir at senda dokumentarsending hvørt hóskvøld. Talan er bæði um fólksligar sendingar, sendingar, sum hava ein brodd og matsendingar. Barbara Samuelsen, leiðari á dokumentardeildini, greiðir frá vetrarskránni hjá deildini. Og 5. okt eru fimm ár liðin, síðani Miðlahúsið fór at senda útvarp. Stjórin á Rás 2, Jonhard Hammer, er í útvarpsstovuni og greiðir frá, hvussu umstøðurnar eru at reka eina privata útvarpsstøð í Føroyum og um framtíðarætlanirnar hja Rásini. Fiskimannafelagið fer ikki at seta forðingar fyri, at útlendingar partvís manna línuskipini. Treytin er, at útlendingarnir verða løntir eftir sama sáttmála sum føroyingarnir, sigur Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum. Hann ásannar truplu støðuna hjá línuflotanum. Tað er eitt vandamál, at so fá søkja inn á útbúgvingina til námsfrøðing. Og tað eigur Mentamálaráðið at taka í álvara. Tað heldur forkvinnan í Føroya Pedagogfelag, Maud Wang Hansen. Bara 58 umsóknir vóru til útbúgvingina til námsfrøðing á Fróðskaparsetrinum í ár, og so fáar umsóknir hava ikki verið seinastu fimm árini. Lága lønarlagið hjá námsfrøðingum og vánaligar arbeiðsumstøður kunnu vera millum orsøkirnar til, at so fá velja námsfrøðiútbúgvingina, sigur Maud Wang Hansen. . Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum. Eingin málrættað viðgerð er til rúsevnismisnýtarar í Føroyum. Tað kom fram í samrøðu við Leilu Johansen, rúsevnismisnýtara, og Árna Rein, leiðara á Heilbrigdinum, í sendingini Sjónarhornið, sum var send í útvarpinum í gjár. Bæði Heilbrigdið og Blákrossheimið siga, at tey eru før fyri at viðgera rúsevnismisnýtarar. Men játtanin til stovnarnar loyvir tí ikki, tí viðgerðartíðin hjá rúsevnismisnýtarum er nógv longur enn fyri rúsdrekkamisnýtarar og tískil eisini dýrari. Seinastu árini hava Heilbrigdið og Blákrossheimið fingið góðar fimm milliónir krónur í part á fíggjarlógini. Sambært fíggjarlógaruppskotinum fyri 2013 verður játtanin óbroytt, men hon lækkar í 2014 og 2015. Hendir einki nú, noyðast vit at menna okkara egnu skipan, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri í TAKS. Hann hevur mist tolið við áralongu ætlanini um at eina felags skipan við talgidlari undirskrift. Sambært Eyðuni Mørkøre gevur talgilda undirskriftin stórar møguleikar fyri rationaliseringum á TAKS, umframt at borgarin fær munandi betri tænastur og møguleikar. Fyri lítlari viku síðani var Fíggjarlógin løgd fram, og eitt evnið, sum hevur fingið nógva umtalu líka síðani, eru ætlanirnar hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum at avtaka Landsbankan. Landsbankin skal eftir ætlan leggja saman við Hagstovuni og Gjaldsstovuni, og samanleggingin er ein rationalisering av hesum stovnunum undir Fíggjarmálaráðnum. Tað vil við øðrum orðum siga, at samanleggingin skal spara ráðnum pening. Landsbankin hevur harumframt umsitið skrivaraleiklutin hjá Búskaparráðnum, og hesin leiklutur skal framyvir flytast til Fróðskaparsetrið. Hoyr Eygleiðingina við Una Arge og Beintu Løwe Jacobsen her Brandur Øssursson spælir tríggjar konsertir í Føroyum næstu dagarnar við síni nýggju kvintett. Hinir tónleikararnir eru Leivur Thomsen, Kristan Blak, Mikael Blak og Rógvi á Rógvu. Nú fjøllini verða gingin, verða lendisakførini, eisini kallað ATV arar, brúktir sum amboð til rakstur og flutning. 1. juni í ár varð ferðslulógin broytt, so at skrásett lendisakfør í ávísan mun at hava loyvi at koyra á ella tvørtur um veg í sambandi við yrkisligan flutning. Jan Fossaberg frá løgregluni og Brynhild Høgandóttir úr Ráðnum fyri Ferðslutrygd greina nýggju viðurskiftini. Fyri 20 árum síðan varð mest tosað um hasj onkuntíð kokain. Men í dag eru alskins rúsevni á føroyska marknaðinum, og dúgliga verður fiksað við ymsum heilivági. Beinleiðis lívshættislig evni hava eisini verið at sæð. Samstundis sum vit erpa okkum av at vera ein fiskivinnu og sjóvinnutjóð, hirðir politiski myndugleikin ikki at seta pening av til nýtt havrannsóknarskip, og Fiskiveiðieftirlitið, sum tekur sær av trygd og bjarging á sjónum, verður pínt niður fíggjarliga. Hoyrið meira um hesi málini í Sjónarhorninum. Tørvurin á arbeiðsmegi innan ávísar vinnugreinar er so mikið stórur, at neyðugt er at hyggja at reglunum fyri, nær ES borgarar kunnu koma til Føroya at arbeiða. Tað sigur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum. Galdandi reglur áseta, at tá arbeiðsloysi í Føroyum er oman fyri 3,5 prosent, ber ikki til at fáa borgarar úr ES londum til Føroya at arbeiða, men nú verður markið endurskoðað. Sambært nýggjastu tølunum hjá Hagstovuni eru 1472 fólk arbeiðsleys, tað eru 5,5 prosent. Eyðfríð Jacobsen, leiðari á sosialu deild í Tórshavnar kommunu, vísir aftur, at deildin ikki megnar at lofta teimum fráboðanum um børn, sum eru fyri vanrøkt. Hon kennist ikki við myndina av teirra arbeiði, ið Eyðolv Dimon, lærari í 30 ár, málar á veggin av støðuni í høvuðsstaðnum. Sosialu myndugleikarnir duga ov illa at lofta fráboðanum um børn, ið verða misbrúkt ella vanrøkt. Tí hava lærarar ikki álit á, at skipanin virkar, og at tað nyttar at boða sosialu myndugleikunum frá. Tað sigur Eyðolv Dimon, sum hevur starvast sum lærari í 30 ár. Tagnarskyldan er eisini ein forðin fyri, at børn kunnu fáa hjálp. Línuskipini hava framvegis trupult at fáa manning, at tað kemur aftur at tunga rakstrinum, sum hevur givið hall seinastu fimm árini. Felagið Línuskip sær ongan annan møguleika enn at manna skipini partvís við útlendingum, sigur formaðurin, Hálvdan Gudmundsen. Martin Kreutzer, granskari og serfrøðingur, greiðir frá, hvussu nógvan svøvn vit vaksnu hava tørv á. Eisini eru vit við, tá fýra av teimum átta kvinnunum í Frá feit til Fit fáa sína kostætlan til næstu 8 vikurnar. Fíggjarliga er eingin marknaður fyri skúlabókaútgávu í Føroyum. Tað sigur Magnus Tausen, stjóri í Námi. Hann ber ótta fyri, at fleiri føroyskar skúlabøkur verða gjørdar í samstarvi við útlendsk forløg, nú Nám er skorið við 700.000 krónum á fíggjarlógini fyri 2013. Samlaða játtanin til Nám er 12,3 miljónir krónur. Ein greining, sum danska fyrtøkan Zimprove hevur gjørt av umsitingini í Klaksvíkar kommunu, vísir, at umsitingin riggar ikki nóg væl. Víst verður á vantandi samstarv, samskifti og kunning, og leiðslan hevur ikki virkað um ein eind. Men hesum vísir Gunvá við Keldu, borgarstjóri, aftur. Hon sigur, at umsitingin hevur riggað væl, og borgararnir hava kent seg tryggar. Men okkurt er, sum kann gerast øðrvísi, og tað eru hesi viðurskifti, sum bæði politikarar og umsiting hava sett orð á. Gunvá við Keldu sigur, at tá bygnaðarboytingin kemur í gildi á nýggjárinum, verður gongdin í umsitingini smidligari, og borgarin fær betri tænastu. Bygnaðarbroytingin verður mett at kosta 1 2 milliónir krónur Hoyr Gunvá við Keldu í útvarpstíðindunum. Óvissan um framtíðar møguleikar at gera stovnsmetingar og havrannsóknir ørkymlar Havstovuna. Í sambandi við fíggjarlógaruppskotið er aftur staðfest, at tað almenna byggir einki nýtt havrannsóknarskip fyrr enn í fyrsta lagi í 2017. Tí má Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, framhaldandi dúva uppá alternativar loysnir, um nakað skip skal byggjast at avloysa 34 ára gamla og niðurslitna Magnus Heinason. Tað fær álvarsamar avleiðingar fyri alt samfelagið, um vit ikki fáa gjørt neyðugu kanningarnar, sigur Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni Meiri verður at frætta í sendingini Sjónarhornið, sum kemur eftir tíðindini klokkan 17. Hørðu rúsevnini hava gjørt innrás á føroyska rúsevninsmarknaðin. Tað sæst bæði hjá løgregluni og merkist millum misnýtarar í Føroyum. Rúsevnini í Føroyum eru vorðin fleiri og harðari, og tað ber altíð til at fáa fatur á teimum, sigur ein rúsevnamisnýtari. Meira verður at hoyra um broyttu rúsevnisvanarnar hjá føroyingum í sendingini Sjónarhornið hjá Grækarisi D. Magussen, sum verður send í dag kl. 17. Útlendingamál verða yvirtikin á ólavsøku næsta ár. Tað er málið hjá landsstýrinum, nú fyrireikandi arbeiðið til yvirtøkuna er um at vera liðugt. Peningur er settur av í fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár til ætlaðu yvirtøkuna. Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, sigur, at meiriluti er í tinginum fyri at yvirtaka málsøkið. Línuskipini liva í løtuni av náði frá kreditorunum. Raksturin ber seg ikki, vísir nýggj greining. Vit liva tó framvegis í vónini um, at gongdin fer at venda, sigur Hálvdan Gudmundsen, reiðari og formaður í Felagnum Línuskip. Síðstu fimm árini er flotin minkaður úr 24 niður í 16 skip, og øll árini hevur raksturin givið hall. Súsanna og Paula Egbolm greiddu til dømis frá Revagarðinum, ravmagnssøguni, búseting, gomlu kirkjuni, brúnni um Stórá, og øðrum. Eini 16 fólk komu við í ferðalagið. Veðrið var avbera gott, og eftir túrin bjóðaðu systrarnar Paula og Súsanna kaffi og kaku. Tvey nýggj føroysk yrkingasøvn eru til viðgerðar. Bæði søvnini komu í summar, kvinnur hava yrkt, og kvinnur ummæla. Vár í Ólavsstovu og Kinna Poulsen meta um søvnini Endurtøkur eftir Sissal Kampmann og Rót Tripp eftir Marjun Kjelnæs. Eisini verður viðtal við høvundarnar. Meðalaldurin á føroyska fiskiflotanum er 30 ár, og skuldin er nú tríggjar milliardir krónur Bankarnir eiga lívið í skipunum, ið verða rikin við halli. Neyðugt er, at skipini fáa møguleikar til sjálvi at leggja til rættis, hvussu fiskirættindini verða umsitin. Tað er niðurstøðan hjá eini grannskoðarafyritøku, ið hevur kannað í roknskapirnar hjá fiskiflotanum hesi seinastu árini. Sjúkrarøktarfrøðiskúlin stendur fyri komandi Seturskjaki 4. oktober á Østrøm. Avgjørt er at evnið hesuferð skal vera heilsupolitikkur, har yvirskriftin er Fólkaheilsupolitikkur forboðspolitikkur ella tilboðspolitikkur Í dagsins samfelag verður javnan varpað ljós á fólkaheilsuna. Hetta verður millum annað gjørt við at geva árunum heiti alt eftir hvat umráði dentur skal leggjast á. Dømi um hetta er kostár og rørsluár. Igrave ár er heiti Eldraár Ein partur av grundarlagnum undir at varpa ljós á hesi umráðir, er Visjón 2015, har millum annað Fólkaheilsuætlan Føroyinga, sum byggir á fyribyrging og heilsufremjan, er ein liður í hesi visjón. Eisini í Bót til bata, sum er stuðulsbólkur fyri kvinnur, sum hava ella hava havt bróstkrabba, seta tey sjóneykuna á júst hetta slagið av krabbameini hendan mánaðin. Men hvønn mun ger tað at hava ein heilan mánað, har eitt ávíst slag av krabbameini er sett á dagskránna Tað spyrja vit Turið Horn frá Bót til bata. Hoyr samrøðuna her. Skúlin skal byggjast á Fløtum, tætt við ætlaða Marknagilsdeplin. Hann skal hýsa umleið 675 næmingum, og verður mettur at kosta um 400 milliónirkrónur Hesin skúlin skal koma í staðin fyri Kommunuskúlan og Venjingarskúlan. Sjálvt um fjórði hvør stólur í skúlin á Argjahamri er tómur, fylgir kommunan tilmælinum um at byggja nýggja skúlan á Fløtum, sigur Jógvan Arge, formaður í mentamálanevndini í Tórshavnar býráð. Neyðugt verður at leingja tíðarskeiðið, ið fólk kunnu vera í Arbeiðsloysisskipanini, nú langtíðararbeiðsloysið hevur bitið seg fast, og vandi er fyri, at eini 300 fólk fara at detta úr skipanini í næstum. Tað halda Arbeiðarafeløgini í Samtaki, sum óttast uppsagnir og vaksandi arbeiðsloysið. Alfred Petersen, formaður í stýrinum fyri ALS, sigur, at stýrið viðger øll mál, sum verða latin stýrinum. Men hann vísir á, at tað fyri stuttum eru gjørdar broytingar, við tí fyri eyga at styrkja um støðuna hjá ALS, tí so nógvir pengar runnu úr kassanum. Tað ber til at vera arbeiðsleysur í ALS í 648 dagar. Áðrenn lógin varð broytt í 2009 var hetta 798 dagar. Í løtuni er útgjaldið úr ALS 17.500 krónur um mánaðin. Vantandi samstarv, samskifti og kunning. Og leiðslan hevur ikki virkað sum ein eind. Tað vísir ein greining, sum danska fyritøkan Zimprove hevur gjørt av umsitingini í Klaksvíkar kommunu, og sum er grundarlagið undir bygnaðarbroytingini í kommununi. Útvarpið hevur fingið innlit í greiningina, og sambært henni, hevur umsitingin í Klaksvíkar kommunu riggað sera illa. Ríkisfelagsskapurin er eindømi, hann er neyðugur, og hann kann hýsa avbjóðingunum, sum eru í tíðini. Tað segði Helle Thorning Schmidt, forsætisráðharri, tá hon helt setanarrøðuna í fólkatinginum fyrrapartin. Hon segði, at Danmark hevur nógvar avbjóðingar, men at stjórnin hevur sett sær fyri at loysa trupulleikarnar. Hoyr, hvat forsætisráðharrin segði um Føroyar og Grønland, sum hon umrøddi undir einum. Tað er ógvuliga stórur munur á, hvat ymsu skipabólkarnir forvinna. Ein kanning, sum grannskoðarafyritøkan Arnason amp Mortensen hevur gjørt, vísir, at meðan uppsjóvarskipini forvinna næstan tvær milliónir krónur fyri hvønn mann umborð, forvinna línuskipini bert 59.000 krónur upp á mannin um árið. Greiningin vísir, at skipini, sum eru undir fiskadagaskipanini, hava vánaligasta úrslitið Tríggjar upptøkur, við trimum ymiskum trummuspælarum, eru til. Mest nýtta útgávan er við studiotónleikaranum Andy White á trummum. Á hesi útgávu hoyrist Ringo Starr spæla tamburin. Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2013 fær Mentanargrunnurin 5,2 milliónir krónur. Í ár er játtanin 6,4 milliónir. Íroknað hesa upphædd er ein hálv millión krónur til Týðaragrunnin. Inger Smærup Sørensen, listfrøðingur, sigur, at játtanin verður skerd 20 prosent, og tað er greitt tekin um, at listin skal ikki stuðlast. Hon heldur hetta vera stórt spell, tí Mentanargrunnurin er ein fortreyt fyri, at so nógv list verður skapt í Føroyum. Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, vísir á, at peningurin er avmarkaður, og nú verður eisini raðfest øðrvísi. M.a. fær nýggja Málráðið hægri játtan. Hoyr Inger Smærup Sørensen og Bjørn Kalsø í útvarpstíðindunum. Fjórði hvør stólur í nýggja skúlanum á Argjahamri stendur tómur. Skúlin er ætlaður umleið 450 næmingum, men enn ganga bert 325 næmingar í skúlan. Fortreytirnar eru broyttar, ásannar Marjun Holm, stjóri á skúlanum á Argjahamri, sum varð tikin í nýtslu í fjør. Skúlin hevur grunddeild, miðdeild og hádeild. Hann er bygdur til næmingar, úr 1. til 9. flokk, og hevur eisini frítíðarskúla. Sissal Kampmann vísir millum annað á, at orðini og orðavalið lýsa, hvussu okkara lyndi er. Vantandi orðaval kann merkja, at mentan og hugburður eru lítið fræls. Starvsmannafelagið og Kommunala Abeiðsgevarafelagið fara aftur í morgin at samráðast um nýggjan lønarsáttmála. Heðin Mortensnen, formaður í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, heldur, at sáttmálin, sum Starvsmannafrlasgið og Fíggjarmálaráðið skrivaðu undir í gjár, er gott útgangsstøði. Sáttmálin gevur einar1200 krónur í lønarhækking næstu trý árini, og tað eiga kommunurnar eisini at hava ráð at gjalda, sigur Heðin Mortensen. Hann væntar, at Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið fara at skriva undir nýggjan sáttmála um fáar dagar. Tað er ein mamma, sum spyr, um skúlin setur mark, ella hevur forboð fyri, hvat kann vera í matpakkunum hjá børnunum. Anna Dalsgaard svarar spurninginum. Ferðalagið kom heim aftur í gjár. Og tey lata væl at áhuganum fyri føroyskum bókmentum. Eisini kann básurin hava havt týdning fyri ferðavinnuna. Samskiparin Birita Jacobsen og forlagsstjórin Niels Jákup Thomsen greiða frá áhuganum og týdninginum av messuni. Longu nú ger føroyski bókamarknaðurin klárt til næstu bókamessuna, sum verður í Frankfurt um slakar tvær vikur. Danska spenningsrøðin Brotsgerðin savnar sjónvarpshyggjarnar. Fyri viku síðani varð fyrsti partur av triðju sesong sendur, og í gjárkvøldið sluppu vit at síggja 2. part. Tá fyrsti parturin varð sendur fyri góðari viku síðani, fylgdu 1,6 millión hyggjarar við. Tað merkir, at umleið 60 av øllum sjónvørpum stóðu á DR1, tá Brotsgerðin varð víst. Vit hava tosað við Heina Gaard, films og sjónvarpskønan journalist um, hvat tað er, ið ger Brotsgerðina so væl umtókta. Hoyr samrøðuna her. Við hesum hevur Starvsmannafelagið brotið prinsippið um ikki at góðtaka differentiering í lønarhækkingini. Tað er greitt, nú nýggjur trý ára sáttmáli varð undirskrivaður í gjár millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið. Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum, verjir seg við, at differentieringin bara er galdandi eitt ár. Tað er ein føroyingur, ið stendur á odda fyri arbeiðnum hjá MT Højgaard Grønland í at finna sjáldsom og virðismikil ráevni í grønlendsku undirgrundini. M.a. eru nógv ymisk sløg av jørð í Grønlandi, ið hava stórt virði á heimsmarknaðinum. Hetta hevur við sær, at serliga Kina hevur víst undigrundini í Grønlandi áhuga, tí hetta eru mineral og málmur, ið verða brúkt til at framleiða millum annað teldlar, smart telefonir og flatskíggjar. Jóannes Niclassen, stjóri á MT Højgaard Grønland, hevur seinastu sjey árini fingist við náms virksemi í Grønlandi við hesum sjáldsomu mineralum og málmi á dagsskránni. Góðan morgun Føroyar hitti Jóannes Niclassen á Vinnudegnum til eitt prát um hansara arbeiði. Hoyr samrøðuna her. Forkvinnan í Starvsmannafelagnum, Selma Ellingsaard, og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, eru væl nøgd við lønarsáttmálan, sum varð undirskrivaður á Hotel Føroyum seinnapartin. Lønirnar hjá flestu limunum í Starvsmannafelagnum hækka 440 krónur um mánaðin frá í dag at rokna. Næsta ár hækkar lønin 190 krónur pluss 0,9 prosent. Og 1. oktober 2014 hækkar lønin aftur 1,9 prosent. Selma Ellingsgaard sigur, at sáttmálar, sum vara fleiri ár, geva meira. Jørgen Niclasen sigur, at nú miðar Fíggjarmálaráðið eftir at gera fýra ára sáttmálar við hini feløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum. Tað ber væl til at fáa nýútbúgvin beinleiðis inn í ALS skipanina, men tað krevur eina lógarheimild og eitt samt ALS stýri, sigur Alfred Petersen, formaður í ALS stýrinum. Javnaðarflokkurin hevur skotið upp, at tingið skal heita á landsstýrismannin í vinnumálum um at skipa fyri, at tey, sum eru liðug við lesturin, sleppa beinleiðis í ALS skipanina. Tað kann gerast dýrari hjá landskassanum at læna pening, um Landsbankin verður tikin av. Sigurd Poulsen, sum hevur verið stjóri, síðani Landsbankin varð stovnaður, vísir á, at vitan og trúvirði mótvegis lángevarunum hevur stóran týdning, men nú er vandi fyri, at øll henda vitan fer fyri skeytið. At Landsbankin verður tikin av, kann eisini ávirka ratingina av Føroyum, sigur hann. Hoyr samrøðu við Sigurd Poulsen, landsbankastjóra, í útvarpstíðindunum. Tað fer at kosta 13,5 milliónir krónur at senda Smyril til eftirlit næsta ár. Arbeiðið skal gerast uttanlands, og harafturat skal avloysaraskip útvegast. Tað er ein stór avbjóðing at finna hóskandi avloysaraskip, sigur Bogi Mortensen, stjóri á Strandferðsluni. 400.000 krónur eru settar av á fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár til at gera eina ætlan, ið skal steðga gongdini, har fólkatalið í Sandoynni minkar. Ein Sandoyarætlan skal gerast, har kommunur, feløg og vinnan í oynni saman skulu vísa á møguleikar fyri at fáa fólk at støðast betur í oynni. AElig tlanin er millum annað at seta ein samskipara. Landsstýrið hevur ætlanir um at styrkja ferðavinnuna. Málið er at tvífalda bæði talið av ferðafólkum og inntøkurnar innan 2020. Gyltu málini standa í skarpari andsøgn við veruleikan hjá einum av smærru veitarnum, hoteleigaranum á Viðareiði. Hans Esbern Heinesen býr í barnaheimi sínum í Tjørnuvík. Flutti aftur hagar fyri 10 árum síðani. Bæði foreldrini vóru úr Tjørnuvík. Mamman var úr barnaheiminum, sum hann keypti. Arbeiddi eitt vár í Íslandi, var til skips eina tíð og fór so í læru sum timburmaður í Havn. Hans Esbern giftist í Havn við Randi úr Sandavági og bygdi á Argjum. Arbeiddi saman við ymsum handverkarum, eitt skifti var hann arbeiðsformaður hjá Tórshavnar uttanbíggja kommunu. Hevur altíð havt áhuga fyri føroyskum dansi. Honum dámar væl at vera afturkomin til føðibygdina, men dámar onki, at fólkatalið minkar. Í dag hevði Steinbjørn B. Jacobsen havt 75 ára føðingardag, og í hesum sambandi hoyra vit tvær søgur úr savninum Tvey systkin . Eisini hoyra vit tónleik og ljóðbrot av nýggju fløguni Tungl . Vit spyrja, hvat er Mikkjalsmessa. Og nú flytifuglar fara í heitari lond, hoyra vit, tá ið Jonna og Elin vóru úti í Grøv í Klaksvík og tosaðu við Silas Olufsen um fuglar Almennu grunnarnir skulu nú eisini leggja pengar í landskassan. Næsta ár skulu teir gjalda 16,5 milliónir krónur. Húsalángrunnurin, Realurin og Jarðargrunnurin skulu undir somu treytir sum peningastovnarnir, sum teir kappast við, segði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, tá hann legði fram fíggjarlógaruppskotið í dag. Nýggja havrannsóknarskipið, ið eftir ætlan skal avloysa 34 ára gamla Magnus Heinason, siglir framvegis sín egna sjógv. Hóast landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum síðani í summar hevur róð framundir, at havrannsóknarskipið má aftur á fíggjarlógina, um tað ikki ber til at byggja og fíggja tað á annan hátt, so eru framvegis ongir pengar settir av til skipið fyrr enn í 2017. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, ætlar at gera enn eina roynd at finna alternativa fígging. Fíggjarlógaruppskotið er bókhald og framskrivingar, men ov lítið sæst til yvirskipaða politikkin. Tað er fyrsta viðmerkingin hjá Akseli V. Johannesen, formanni í Javanðarflokkinum, til fíggjarlógaruppskotið fyri 2013. Kristina Háfoss, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, fegnast um, at samgongan hevur lurtað eftir andstøðuni, og hevur slept ætlanini um at hækka pensjónsaldurin á nýggjárinum. Janus Rein, tingmaður fyri Framsókn, heldur tað vera skilagott, at samgongan raðfestir ferðavinnuna, og hevur hækkað játtanina munandi. Hoyr tey trý gera viðmerkingar til fíggjarlógaruppskotið í útvarpstíðindunum. Peningastovnarnir hava verið ov grammir at lækka innlánsrentuna og hækka útlánsrentuna. Og tað hevur kostað landskassanum nógvar pengar. Tað var boðskapurin hjá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, tá hann fyrrapartin sendi eina eykarokning, seks milliónir krónur, aftur til peningastovnarnar. Lønarhæddaravgjaldið á peningastovnar og tryggingarvirksemi hækkar úr 10 prosentum upp í 12 prosent Landsbanki Føroya fer, sambært fíggjarlógaruppskotinum fyri 2013, í søguna. Landsbankin, Hagstovan og Gjaldstovan verða ætlandi løgd saman. Samstundis yvirtekur landskassin allar ognir hjá Landsbankanum. Og tað eru ikki smávegis inntøkur, sum fylgja við. Tí eginognin hjá Landsbankanum, sum er bygd upp síðani 1978, er í dag 160 milliónir krónur. Hesir pengar verða nú inntøkuførdir á fíggjarlógina, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum. 16. november verður fyrsta sýning av sangleikinum Audition í Norðurlandahúsinum. Sangleikurin Audition hevur sum innihald eina sangkapping, ið minnir um X Faktor kappingina, men tað er kortini ein fleirtjóða kapping, har vinnararnir úr teimum ymsu londunum skulu til Kiev at kappast í finaluni. Men skjótt vísir tað seg, at Audition mennist til meira enn eina sangkapping. Kærleiki, korrupsjón, maktgirnd og onnur fyribrigdi sníkja seg inn í leikgongdina. Í innslagnum práta vit við teir níggju høvuðsleikararnar, Annfinn Heinesen, leikstjóra, Vígdis Hentze Olsen, koregraf, Hans Paula Tórgarð, tónleikasamskipara, og Bo Isholm, stjóra í Tórshavnar Musikkskúla. Eisini syngja allir trýss leikararnir eins sang og Hans Pauli Tórgarð hevur fylgispælið Her eigur at verða lagt afturat, at upptøkan varð gjørd við vanligum samrøðuupptakara. Tað eru Norðurlandahúsið, Studentaskúlin í Hoydølum, Tekniski skúli í Havn, Føroya Handislskúli, og Tórshavnar Musikkskúli, sum samstarva um Audition sangleikin. Myndin sýnir Silju Samuelsen, ið hevur høvuðsleiklutin sum Bjarta á Lofti, føroyska íkastið til Audition finaluna í Kiev. Fíggjarlógaruppskotið er lagt fram í tinginum í dag, og sum siður er skipaði landsstýrismaðurin fyri tíðindafundi, samstundis sum uppskotið varð lagt fram. Útvarpið sendi frá tíðindafundinum, men neyðugt varð at bróta av, tí dragast skuldi í V4. Her ber til at lurta eftir øllum tíðindafundinum, sum var í Fíggjarmálaráðnum. Stóra nøgdin av PCB í grindahvali kann hava skaðiligt árin á sáðgóðskuna hjá monnum.Tað er nýggj gransking av sáðgóðskuni hjá føroyskum monnum í ferð við at staðfesta. Jónrit Halling og Maria Skaalum Petersen, granskarar á deildini fyri arbeiðs og almannaheilsu, hava staðið fyri fyrstu kanningini av sáðgóðskuni hjá føroyskum monnum nakrantíð. Í Krabbameinsfelagnum eru fleiri sjálvhjálparbólkar. Ein teirra er Prostatabókurin, ið sjálvandi bara er fyri menn. Hildið verður, at ov lítil kunning er um menn og hesa álvarsligu sjúku bæði tá talan er um tey líkamligu og tey sinnisligu árinini. Og tí verður serligt tiltak í kvøld fyri monnum, sum eru ella kunnu vera við í Prostatabólkinum. Og makum teirra. Í sendingini verður prátað við tvey umboð fyri henda sjálvhjálparbólk. Eirikur Ólason Simonsen og Torkil Skála tosa um tað gagnliga við bólkinum og hvørji kynslig og onnur árin sjúkan kann hava. Eisini verður greitt frá øðrum viðurskiftum. Helle Thede Johansen sigur frá sínum yndisrithøvundi og eitt sindur frá skaldsøguni, sum hon skrivar í løtuni. Harumframt hvørjar bøkur hon lesur í løtuni, hvussu hon velur eina bók, hvør var fyrsta bókin, hon las, og hvørjar bøkur hon las fyri børnunum, tá tey vóru smá. Eisini roynir hon at forklára, hví Kina og kinverjar eru so hugtakandi. Føroyska alivinna hevur rættiligani fóta sær tey seinastu árini, framleiðslan er komin í hæddirnar og mett verður at omanfyri 70.000 tons av laksi verða útflutt í 2012. Hetta svarar til einans umleið 3 av heimsmarknaðinum, men í mun til fyrr, so hevur føroysku laksur so gott orð á sær uttanlands í dag, hann verður umrøddur sum heimsins besti alilaksur. Serligan er tað amerikanski sushi marknaðurin, sum í dag vil keypa føroyskan laks, tí hann hevur tann rætta smakkin og fastleikan. Hetta góða úrslitið, er komi av miðvísari gransking, erfaringum, royndum og einari strangari lóggávu á økinum. Hoyr sendingina her Føroysku børnini hava nógv betri tenn í dag enn fyri 20 árum síðan, millum annað av t, at børn undir skúlaaldur fáa ókeypis tannrøkt. Men tey 12 15 ára gomlu eru framvegis í vanda. Tannlæknarnir mæla tí til, at øll undir 18 ár fáa ókeypis tannrøkt. Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, heldur hugskotið vera gott. Men kommunurnar skulu gjalda, og tí mugu tær spyrjast fyrst. Hinvegin heldur hann, at kommunurnar eisini hava stóra áhuga fyri, at fleiri aldursbólkar fáa ókeypis tannrøkt. Føroysku børnini hava nógv betri tenn í dag enn fyri 20 árum síðan. Tað vísa skrásetingar, sum føroysku tannlæknarnir hava gjørt frá 1991 til 2011 av børnum, úr 0 upp í 15 ár. Tølini vísa, at tannheilsan hjá børnunum er batnað munandi hesi árini. Í fjør høvdu 58 prosent av 12 ára gomlu børnunum frískar tenn. Í 1991 vóru tað bara 12 prosent av børnunum, sum høvdu frískar tenn. Betri upplýsing Fremsta orsøkin til góðu úrslitini er, at fólk eru betri upplýst um tannheilsu, og at myndugleikarnir í Føroyum í 90 unum fóru at veita børnum undir skúlaaldur ókeypis tannrøkt, sigur Sigrid Arge, leiðari á barnatannrøktini í Havn. Føroyar eru ikki longur eftirbátur, tá vit sammeta okkum við hini norðurlondini. Vit hava nevniliga togað okkum upp á eitt triðja pláss, tá ræður um góðar tenn, Lærarar skulu nú eisini boða frá, um teir hava illgruna um, at kynsligur ágangur verður framdur móti einum næmingi. Men lærarar eru ikki brynjaðir fakliga til at taka á seg hesa ábyrgd, nú fráboðanarskyldan er herd. Tí eru allir 260 lærararnir í Tórshavnar kommunu í dag farnir á skeið. Jóhannes Miðskarð, sum hevur eina ph.d. í pedagogikki, undirvísir lærarunum. Skattaprosentið í Havn lækkar bara eitt hálvt prosent næsta ár. Sostatt brýtur býráðið lyftið um, at skattaprosentið skuldi lækka eins nógv og tað var hækkað, tá Boðanesheimið er liðugt. Inntøkurnar frá hækkaða skattaprosentinum vórðu markaðar til nýggja røktarheimið, sum verður tikið í nýtslu seinni í heyst. Uppskotið hjá fíggjarnevndini um fíggjarætlanina fyri næsta ár verður løgd fyri býráðið á býráðsfundi í kvøld. Tað vísir ein kanning, sum Tóra Petersen, sálarfrøðingur og granskari, hevur gjørt. Hoyr brot úr Sjónarhorninum 26. september, har evnið varð viðgjørt. Í sendingini tosa vit við verkætlanarleiðaran og ein arkitekt um stóra munin á metingunum og endaligu boðunum. Hini bæði evnini í Sjónarhorninum hesa ferð snúgva seg um ætlaða ígongdsetarahúsið fyri sálarveik og um kynsligan ágang. Samráðingarnar eru farnar í gongd, og Starvsmannafelagið hevur handað síni krøv inn til Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið. Men hvørjar avbjóðingar standa fyri framman hjá samráðandi pørtunum Eygleiðararnir í morgunsendingini hesa ferð eru John William Joensen, blaðstjóri á Norðlýsinum og Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur. Landsstýrið arbeiðir í løtuni ítøkiliga við at seta tvey føroysk sendifólk í starv á donsku sendistovuni í Moskva. Økti føroyski útflutingurin til Russlands ger tað alt meira átrokandi, at føroyingar eru hjástaddir í politisku skipanini í Russlandi, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður. Hann fer í næstum at útvega fígging til føroysku sendifólkini í Russlandi. Kaj Leo Holm Johannesen hitti í vikuni russiska uttanríkisráðharran, Sergey Lavrov, í New York. Har varð avtalað at byrja av nýggjum í tilgongdini at fáa eina fríhandilssáttmála, nú Russland hevur fingið limaskap í WTO. Í minsta lagi 30 lond standa í bíðirøð at fáa fríhandilsavtalu við russar. Landsstýrissamgongan roknar við 120 milliónum krónum í tilfeingisgjaldi á fíggjarlógini fyri næsta ár. Tað upplýsti Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, á tingi í gjár Jørgen Niclasen upplýsti hetta í sambandi við, at Kristina Háfoss, tingkvinna fyri Tjóðveldi, spurdi landsstýrismannin um inntøkurnar frá tilfeingisgjaldinum. Á eykajáttanarlógini, ið er løgd fyri tingið, roknar Fíggjarmálaráðið við at fáa 80 milliónir inn í tilfeingisgjaldi frá makrelveiðuni í ár. Fleiri seta spurnartekin við, um upphæddin er verulig, tí higartil eru bert um 50 milliónir komnar inn. Heldur ikki Almannamálaráðið hevur nakrar pengar til fountain hús til sálarliga sjúk. Tað upplýsti Annika Olsen, landsstýriskvinna, í løgtinginum í gjár. Fyrr hevur landsstýrismaðurin í heilsumálum, Karsten Hansen, gjørt púra greitt, at hann hevur ikki heimild at lata pengar til fountain hús. Annika Olsen segði í tinginum í gjár, at upprunaliga ætlaði hon at seta pengar av til fountain hús í fíggjarlógini fyri 2013. Men so raðfesti hon annað framum. Hjálpir fólki aftur á arbeiðsmarknaðin Eitt fountain hús hjálpir fólkum, sum hava verið innløgd við sjálarligari sjúku, út aftur á arbeiðsmarknaðin. Súsanna Winter Poulsen, ergoterapeutur, og onnur, millum annað felagið Sinnisbati, hava tikið stig til at fáa eitt fountain hús í Føroyum. Men fígging vantar. Í Sjónarhorninum, sum verður sent aftur í Útvarpinum í dag klokkan tveir minuttir yvir eitt, ber til at fáa nógv meira at vita um fountain hús og føroysku ætlanina. Hoyr, hvat Annika Olsen segði í tinginum í gjár, tá hon svaraði einum munnligum fyrispurningi um fountain hús. Eisini kemur kiropraktor Ári Rasmussen at svara spurningi frá lurtara, umframt at vit fara at gera rawfood brownies við kokusi og mandlum. Nýggja fráboðanarskyldan ásetir, at nú skulu lærarar eisini boða frá illgruna um eitt nú kynsligan ágang móti næmingum. Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag, eftirlýsir hjálp til sínar limir. Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum. Føroyar 5.2 Hvussu ljóða Føroyar er spurningurin, sum verður svaraður fríggjakvøldið á Vísindavøkuni. Tá sleppur almenningurin fyri fyrstu ferð at hoyra tónlistaverkið hjá Jens L. Thomsen og Una Árting. Teir báðir vóru gestir í morgunsendingini hoyr samrøðu við teir her. Hassjið varð krógvað í einum eykahjóli á einum bili, sum varð latin inn til burturbeiningar beint eftir, at hann varð koyrdur í land av Norrønu. Síðani vórðu tey bæði kiloini av hassji, sum vórðu smuglað til landið, grivin niður á Sundi. Málið, sum byrjaði við grundlógaravhoyringum seinnapartin, endaði í gjárkvøldið við dómum. Tríggir av teimum fýra skuldsettu monnunum í aldrinum 24 til 32 ár vórðu dømdir fýra og seks mánaðar fongsulsrevsing, tá teir teytaleyst játtaðu seg sekar. Ein noktar seg framvegis sekan. Hoyr Mikkjal Thomassen, leiðara á narko deildini hjá løgregluni, greiða frá í útvarpstíðindunum. Vandi er fyri, at skúladepilsverkætlanin í Marknagili dettur niðurfyri, um farið verður at taka burtur av skúlanum fyri at spara pengar. Tað sigur Heini Trónd Hansen, verkætlanarovasti hjá Landsverki. Landsverk fer í næstum í samráðingar við fyritøkurnar, sum hava boðið upp á arbeiðið fyri at vita, um hesar kunnu gera arbeiði fyri ein bíligari penga. Elin Brimheim Heinesen og Hans Pauli Tórgarð eru hugtikin av nýggju fløguni hjá Eivør, sum tey ummæla í sendingini. Harumframt er samrøða við Jóanes Nielsen, rithøvund, um arbeiðið við skaldsøguni Brahmadellarnir , sum hann í farnu viku varð heiðraður fyri við virðisløn M. A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir. Tað er álvarsamt, tá landið longu hevur brúkt fleiri enn 40 milliónir krónur til eina verkætlan, sum nú verður munandi dýrari enn ætlað. Tað sigur Jákup Mikklelsen, løgtingsmaður og formaður í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum, um Skúladepilin í Marknagili. Hann var ein av fýra tinglimum, sum atkvøddi ímóti verklagslógini, tá løgtingið í 2008 játtaði í alt 461 milliónir krónur til Skúladepilin. Men Jákup Mikkelsen vísir aftur, at hann nú ætlar at steðga Skúladeplinum. Hinvegin eigur at verða bygt innan fyri játtaða karmin, sigur hann. Ein ótrúliga góður retorikari, hann hevur karisma og kláraði røðuna til ug, sigur Hanus Samró, sum var boðin við til S.T. aðalfundin Fýra mans, í aldrinum 24 til 32 ár, eru í løtuni í grundlógaravhoyring í Føroya rætti, skuldsettir fyri at hava smuglað tvey kilo av hassji til Føroya. Talan er um tveir føroyingar, búsitandi í Føroyum, og tveir danir, har annar enn hevur bústað í Føroyum. Sambært ákæruvaldinum hava teir fýra í felag smuglað hassjið til Føroya, við tí endamáli at selja tað í Føroyum. Teir báðir danirnir høvdu keypt tey bæði kiloini av hassji í Danmark, og smuglað tey til Føroya við Norrønu í eykahjólinum á bilinum. Føroyingarnir skuldu so selja hassjið í Føroyum. Virðið verður mett til eina hálva millión krónur. 10 prosent av søluvirðinum Afturfyri at smugla hassjið, skuldu teir báðir danirnir fáa 10 prosent av søluvirðinum í part, ið er umleið 50.000 krónur. Báðir danirnir noktaðu seg sekar í skuldsetingunum, meðan annar føroyingurin játtaði seg sekan. Enn er ógreitt, hvat hin føroyingurin sigur til ákærurnar. Sambært Mikkjail Thomassen, leiðara á narkodeildini hjá løgregluni, er talan um menn, ið eru kendir í narko umhvørvinum í Føroyum. Tórshavnar Kommuna vil hava Oyggjaleikirnar til Føroya og tí má ein gofbreyt við átjan holum gerast. Golfbreytin á Glyvursnesi hevur einans níggju hol, so stór útbygging má fara fram. Báðir festararnir, sum eiga golfbreytarlendið hava víst vælvild, verður sagt. Innslagið varð gjørt á samkomu, sum Tórshavnar Golfklubbi hevði 21. september í samband við at innsláðingarbreytin á Glyvursendi hevur fingið nýtt undirlendi. Jógvan Amundsson og Oskar Eiriksson, nevndarlimir, og Heðin Mortensen, borgmeistari, práta og røða. Kenna vit ílegusamansetingina genini hjá fiskinum, sum svimur um okkara leiðir, kunnu fleiri ósemjur og trætur um fiskirættindi loysast. Tað heldur Jógvan Jespersen, stjóri í felagnum Nótaskip. Hann var millum áhoyrararnar til fyrilesturin hjá Saruh Heylar, granskara, á FarGen ráðstevnuni í gjár. Sarah Heylar tosaði um at brúka ílegurnar í fiski at fylgja og skráseta fiskastovnar. Marjun Bæk, prestur, svarar spurningum, ið snúgva seg um, hví táin verður klipt av hosuni hjá brúðgóminum, hví kistan verður skjótt lorað niður í jørðina, at vera deknur, hvussu grivið verður og hví kirkjurnar hava benkur og ikki stólar. Jóan Pauli Joensen, fólkalívsfrøðingur, sigur frá ymsum siðum í samband við deyða og jarðaferð. Vit fáa eisinni søguna um krossin. Sissal Kampmann, rithøvundur og yrkjari, hevur fingið debutantvirðislønina hjá Klaus Rifbjerg fyri yrkingasavnið Ravnar á ljóðleysum flogi yrkingar úr uppgongdini. Det danske Akademi letur virðislønina, sum verður latin annað hvørt ár. Virðislønin verður latin einum debutanti, sum seinastu tvey árini hevur givið út sítt fyrsta yrkingarsavn á donskum, føroyskum ella grønlendskum. Higartil er virðislønin einans farin til danskar yrkjarar. Sissal Kapmann sigur, at tað er ein stórur heiður at verða fyrsti føroyingur, sum fær hesa virðislønina. Hon hevur givið út tvey yrkingasøvn Ravnar á ljóðleysum flogi yrkingar úr uppgongini , sum kom út í 2011, og savnið Endurtøkur, sum kom út fyrr í ár. Landsstýrismaðurin í mentamálum fer ikki at biðja løgtingið um eina eykajáttan til miðnámsskúladepilin Marknagili. Umbøn um eykajáttan er ikki til stuttleika, og tí eiga vit at sláa kalt vatn í blóðið, sigur landsstýrismaðurin. Tískil bendir alt á, at landsstýrismaðurin fer at vraka ætlanina, sum Landsverk hevur mælt Mentamálaráðnum til at fremja. Landsverk mælir til, at miðnámsskúladepilin verður bygdur í tí líki, sum hann er ætlaður í dag, men við broytingum, sum ikki fara at ávirka virksemið á skúlanum. Tað fær ongar avleiðingar fyri Sunda Kommunu, at hon læt fótbóltsfelagnum EB Streymi útvið 300.000 krónur í stuðli. Innlendismálaráðið kann ikki prógva, at peningurin er brúktur at gjalda bótina hjá EB Streymi. Sunda Kommuna læt tíðliga í vár EB Streymi útvið 300.000 krónur í stuðli. Hetta var gjørt við einari eykajáttan. Innlendismmálaráðið avgjørdi at kanna málið. Ráðið hevði illgruna um, at peningurin fór til at gjalda bótina á, sum aganevndin hjá Fótbóltssambandinum álegði felagnum eftir nógv umrødda málið um ólógliga peningaflutningin millum eina privata fyritøku og EB Streym. Kommunur hava ikki loyvi til at lata stuðul til at rinda bót fyri. Hoyr Hilmar Høgenni, deildarstjóra í Innlendismálaráðnum, í útvarpstíðindunum Nú eru 200 ár liðin síðani Charles Dickens var borin í heim. Í hesum sambandi fara vit at hoyra søguna um Oliver Twist, sum Charles Dickens hevur skrivað. Søgan er í seks pørtum. Páll Danielsen lesur, Dánjal Tausen ger ljóðmyndina. Lena Jacobsen týddi og Bókadeild Føroya Lærarafelags og Nám góvu út í 2012 Endurnýtsla skal hjálpa Vága floghavn undan at kuta alt ov nógv av nýggju farstøðini. Millum annað ber til at brúka borð og stólar, sum flogvøllurin longu hevur. Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága floghavn, sigur, at nakað meira enn 102 milliónir verða tó brúktar til farstøðina. Arbeiðið byrjar væntandi um 14 dagar. Tað undrar Fiskiveiðieftirlitið, at Føroya rættur hevur tvær áskoðanir um tað at leggja skip fyri at hava ov nógv sild sum hjáveiðu. Fiskiveiðieftirlitið legði fýra trolarar fyri einari góðari viku síðani, tí teir høvdu ov nógva sild. Men eftir úrskurðin hjá Føroya rætti á middegi fríggjadagin kundu skipini loysa. Hóskvøldið í farnu viku helt Hans Andrias Sølvará fyrilestur um læknastríðið. Søgufrøðingurin er í holt við at skriva Klaksvíkar søgu. Aftan á fyrilesturin kom fram, at Esmar Johannesen, sum er abbasonur oddamannin undir læknastríðnum, Fischer Heinesen, hevur upptøkur frá fólkafundum úti í Grøv í 1953 og 54, sum vórðu hildnir í sambandi við læknastríðið Morgungestur er Gunnar Holm Jacobsen, fyrrverandi sendimaður Føroya í Brússell. Gunnar sigur frá starvsøkinum sum sendimaður í Brússell, harav makrelmálið hevur fylt minni enn, ein kanska heldur. Eisini greiðir hann frá skúlaviðurskiftum, mentanini í býnum og gleðini við at koma heim aftur. Brússell er tann býurin, sum næst eftir New York hevur mest altjóða samstarvsvirksemi. Diplomatmálið er enskt, men almennu málini í Brússell eru franskt og flamskt, ið er tað sama sum hollendskt. Í samrøðuni verða løgini You don t know hjá Milow og Temptation hjá Dianu Krall spæld. Lesari ger vart við, at í útvarpinum verður orðið handan brúkt í tíð og úrtíð. Hann spyr, um orðið verður brúkt rætt. Ein annar lurtari vil vita, hvussu orðið bóndi verður bent í fleirtali. Aldargamla søgan úr Gásadali um hjúnini, ið bara fingu gentubørn, og tí máttu taka til onnur ráð fyri at fáa ein son at taka yvir festið er ein søga, ið hevur alt, ið skal til fyri at gera ein góðan film. Tað sigur svenski leikstjórin, Richard Hobert, sum hevur gjørt film í 35 ár. Hann var so bergtikin av søguni úr Gásadali, at filmshandritið longu er skrivað. Avgerandi fyri søguna er eisini, at filmurin verður tikin upp í Føroyum, sigur hann. Roynt verður nú at fáa føroyingar at gera íløgu í filmin, sum verður mettur at kosta 32 milliónir krónur Vísindavøkan, sum Granskingarráðið skipar fyri, verður seinni í vikuni. Og tað fara vit á morgunsendingini at seta á dagsskránna. Vit fara hvønn morgun hesa vikuna at varpa ljós á evni, sum hava við Vísindavøkuna at gera. Og í morgun er tað Marita Debess Magnussen, sum er útbúgvin medisinskur mikrobiologur. Hon granskar í antibiotikamóstøðuføri hjá føroyingum. Hoyr samrøðuna her. Amalia í Frammistovu á Kirkju bjóðar ferðafólki ból og bita. Hon hevur ætlanir um at lata upp gistingarhús og bjóða ferðafólki aðrar tænastur eisini. Í 50unum var hart jarðarstríð í Tjørnuvík um jørðina, sum var arvað av bygdini. Tjørnuvíkingar taptu at enda í yvirrættinum, men fingu seinni høvi at keypa jørðina aftur og tóku av. Frammi í Túni er ein hugnaligur blettur við snotiligum gomlum húsum. Áður var tað partur av morgunbønini hjá børnunum ikki at detta í Stórakøst, men nú eru ongin køstur. Lendingin er úti á Rongugjógv. Gamla lendingin og neystini, har nógvir gamlir bátar standa, eru eitt sindur heimari. Har er eisini Pakkhúsið, sum tók móti fiski, og grundin undir íshúsinum. Innsløgini verða løgd til rættis í skúlanum við Løgmannabreyt og víst á stórskíggjað fyri øllum skúlanum, og síðani løgd út á You Tube Høllin, sum hondbóltsfelagið Neistin hevur ætlað at bygt við Landavegin í Havn verður av ongum, tí felagið hevur ikki ráð at byggja høllina. Neistin er í løtuni í samráðingum við býráðið um at lata teimum grundstykkið aftur, og at fáa endurgjald fyri tað, sum felagið hevur goldið fyri at gera stykkið byggibúgvið. Lærarar happa næmingar so illa, at fleiri næmingar rýma úr skúlanum, sigur Rósa Samuelsen. Men formaðurin í Lærarafelagnum ávarar móti at døma alla lærarastættina. Í Sjónarhorninum verður eisini tosað um vinnuliga gransking í Føroyum. Umboð fyri vinnuna eru við í kjakinum. Pressukjak Hálvkvøddar vísur fingu takið, tá Dagur og Vika í einum innslagi róði framundir, at borgarstjórin í Havn gjordi sær dælt av sorgarleikinum umborð á polska seglskipinum Rzeszowiak. Tað meta eygleiðarar í Pressuni hesa ferð. Tíðindaleiðarin í Kringvarpinum vísir ákærunum aftur, men ásannar, at innslagið vantaði ein greiðan vinkul. Ummælarar lata sum heild væl at nýggja Dag og Viku sniðnum, hóast tátturin Vangamyndin kanska ikki heilt hevur funnið síni bein Útisetasendingin Ghetto Føroyar bjóðar seg fram, sum eitt djarvt alternativ til føroysku miðlarnar. Og Høgni Djurhuus endar sendingina við Vinkulslíparnum. Hoyr alla sendingina her. Fiskiveiðieftirlitið avgjørdi, at trolararnir skuldu liggja í fýra vikur, tí ov nógv sild var uppi í makrelveiðuni. Men rætturin sigur, at Stjørnan og Smaragd kunnu loysa beinan vegin, samstundis sum málið verður sent aftur í Fiskiveiðieftirlitið til viðgerðar. Hoyr Høgna Djurhuus úr Føroya rætti. Samgongufundur er í dag um fíggjarlógaruppskotið fyri næsta ár. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, viðgongur, at tað kann verða trupult at fáa inntøkutølini í fíggjarkarminum, sum varð lagdur í vár, at halda, millum annað tí at tilfeingisgjaldið verður minni enn mett. Men hallið skal ikki verða størri enn ásett í fíggjarkarminum, er 250 milliónir krónur næsta ár, sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum. Hoyr samrøðu, sum Sigmar Bláberg gjørdi við Jørgen Niclasen í útvarpstíðindunum. Hogni hevur útgávukonsert í Norðurlandahúsinum í kvøld klokkan 19.30. Eisini er konsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði leygarkvøldið. Kravið um, at freistin hjá fýra grannskoðarum um at fara til próvtøku í seinasta lagi um trý ár, verður ikki sett úr gildi, nú grannskoðararnir hava stevnt Løgmansskrivstovuni. Tað ger Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður greitt. Bjarni Arnason, Jógvan Joensen, Ole Guldborg Nielsen og Jørmann Petersen draga nú Løgmansskrivstovuna fyri rættin, tí teir kunnu ikki góðtaka avgerðina hjá fyribilssetta stjóranum fyri Skráseting Føroya frá 21. februar í ár um at taka løggildingarnar aftur, um teir ikki innan eina trý ára freist taka neyðugu grannskoðararoyndina. Christian Andreasen, advokatur hjá grannskoðarunum, sum hava stevnt, leggur eisini Kaj Leo Johannesen, løgmann, undir at hava tikið eina umsitingarliga avgerð við greiðum politiskum undirtónum, tá hann setti ein fyribilsstjóra fyri skrásetingina. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður sigur, at Løgmansskrivstovan fer at fyrireika seg til sakarmálið. Fyri triðju ferð verða troyggjur hjá Guðrun og Guðrun at síggja í donsku krimirøðini Brotsgerðin, sum byrjar í sjónvarpinum sunnukvøldið. Hóast sonevnda stjørnutroyggjan hevur verið at sæð og fingið nógva umrøðu í sambandi við krimirøðina, hevur hetta ikki økt um søluna í Danmark. Hinvegin gongur troyggjan betur í Onglandi, har røðin eisini verður víst. Arbeiðið at bora tunlarnar í stóru Eiði 2 verkætlanini hjá SEV í Eysturoynni hevur ligið stilt í eina viku. Ov nógv dust hevur verið í grótinum, har borað verður. Tað kann raka trygdina trygdina hjá arbeiðsfólkinum, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, sum saman við arbeiðstakaranum og arbeiðseftirlitinum arbeiðir við at finna eina loysn, so arbeiðið kann takast uppaftur. Fýra av teimum níggju grannskoðarunum í grannskoðaramálinum hava nú stevnt Løgmansskrivstovuni. Teir krevja, at avgerðin hjá Løgmansskrivstovuni um at taka aftur løggildingina av teimum verður ógildað. Grannskoðararnir fingu trý ára freist at taka neyðugu royndina, til tess at varðveita løggildingina. Christian Andreasen, advokatur, heitir á rættin um at útseta hesa freist, meðan rættarmálið er til viðgerðar Hon hevur altíð bundið og binding er í dag ein stórur partur av hennara lívi. Randi Samsonsen er kandidatur í design frá Designskúlanum í Kolding við binding sum sergrein. Og fríggjadagin og leygardagin heldur hon eitt bindiskeið fyri bindiáhugaðum. Hvørjar eru tær fyrstu fýra kvinnurnar, sum eru útvaldar til nýggju kvinnuligu lívstílsbroytingina hjá Fit Hví hava tær tekna seg Og hvussu stórar eru tær Eisini fara vit í Norðurlandahúsið til fyrsta FM í Fitness. Ein granskari, ein kostfrøðingur og ein kiropraktor verða nú eisini partar av okkara serfrøðingabólki. Vit fara at spyrja hvørji tey eru, og hvussu tey fara at lita Fit í vetur. Eisini hitta vit fyriskiparan av kappingini FM í Fitness, og tríggjar av kvinnunum ið luttaka. Tá menn eru lektir fyri krabbamein, hava teir samanborið við kvinnur havt truplari við at vinna sær nýggjar vanar og sunnari lívsstíl. Teir detta oftani útí aftur gomul og minni heilsugóð livsmynstur, ið ikki tæna heilsu og vælveru teirra. Soleiðis hevur verið higartil, men nýggj kanning vísir, at hetta er um at broytast. Menninir megna nú betur at røkja seg sjálvar, og harvið minkar vandin at blíva sjúkur aftur. Kanningin varð prentað í summar í British Journal of Cancer. Danska Kræftens Bekæmpelse leiddi kanningina. Góðan morgun, Føroyar setti sær fyri at kanna, um henda kanning eisini avdúkar rákið í Føroyum, hvat tølini siga um títtleikan av krabba hjá føroyskum monnum, og um føroyskir menn framvegis undirtrykkja sjúkutekin skúgva tey til viks. Jansy Gaardlykke greiðir frá. Hon er dagligur leiðari í Føroya Krabbameinsfelag á Grønlandsvegi í Havn. Nú verður reglulig innsavnan av ruski á sjónum sett í verk. Kongshavnar havnastýri hevur fyriskipað serligan ruskposa, sum skal nýtast umborð og síðani verður lagdur upp tá komið er til lands. Góðan Morgun Føroyar hevur, saman við Fólkaheisuráðnum, tikið stig til at fáa fólk at leggja av at roykja. Tríggir luttakarar eru funnir, sum so fáa vegleiðing frá Pál Weihe. Málið er framvegis at bjóða fólki eitt bíligt, alternativt bústaðartilboð. Tað sigur borgarstjórin í Eysturkommunu, Jóhan Christiansen, sum hevur gjøgnumgingið tilboðini at byggja tær fimm lutaíbúðirnar í Lorvík. MTM bygging hevur lægsta boðið. Mett verður, at lutaíbúðirnar fara at kosta tilsmans átta milliónir kr, og ætlanin er, at fyrstu íbúðirnar skulu verða lidnar næsta ár. Nýtslan av trygdarbelti í persónbilum verður hildin at vera vaksandi í Føroyum. Tó er tað ein greiður varhugi og sannroynd, at tá tað kemur til nýtslu av trygdarbeltum í bussi, eru tað út av lagi fá, ið spenna trygdarbeltið. Veruleikin er tó, at vit hava skyldu at brúka trygdarbelti, um tey eru tøk eisini í bussinum. Hetta varð ásett í ferðslulógini fyri trimum árum síðani. Trygdarbelti minka um vandan fyri at doyggja ella verða skadd í ferðsluni við eina helvt og er tí tann mest einfalda og best virkandi trygdarútgerðin í bilinum. Ferðslutrygd fer saman við politinum komandi vikurnar at minna ferðafólk í bussi á skylduna at sita íbundin í bussi, tá trygdarbelti eru tøk. Hvørjar eru tær fyrstu fýra kvinnurnar, sum eru útvaldar til nýggju kvinnuligu lívstílsbroytingina hjá Fit Hví hava tær tekna seg Og hvussu stórar eru tær Eisini fara vit í Norðurlandahúsið til fyrsta FM í Fitness. Samfelagsfrøðingurin Sámal Matras Kristiansen hugleiddi um Fuglafjørð í framtíð, tá Mentanarvikan varð sett týskvøldið. Sámal heldur, at eitt nú kommunusamanlegging kann hava stóra ávirkan á, hvussu bygdin Fuglafjørður verður nýtt um 25 ár. Hann grundar millum annað, um Fuglafjørður burturav verður ein vinnubýur, har búsetingin fer fram á øðrum plássum. Eldraráðið í Tórshavnar kommunu kennir seg ikki at verða hoyrt, tá ið ræður um mál, sum hava við tey eldru í kommununi at gera. Samskifti og kunningin frá býráðnum hava verið alt ov vánalig. Tað sigur formaðurin í eldraráðnum í Havn seinastu fýra árini, Mortan Rasmussen, sum ikki stillar upp aftur til eldraráðsvalið í næstum. Longu í heyst fara allar kvinnur, uppi í 27 ár, at fáa boðið ókeypis koppseting fyri krabbamein í lívmóðurhálsinum. Higartil hevur hetta tilboðið bara verið til gentur millum 13 og 15 ár, men nú danir hava víðkað sítt tilboð til 27 ár, fer Karsten Hansen, landstýrismaður í heilsumálum, at fylgja donsku tilráðingini. Katrin Kallsberg, serlækni í kvinnusjúkum, fegnast um nýggja tilboðið. Leikurin Poe morðini, sum Havnar Sjónleikarfelag sýnir í hesum døgum, verður til umrøðu. Rudolf Joensen og Bergur Rasmussen hava sæð leikin og fara at siga sína hugsan. Nýggjur føroyskur ungdómsfilmur er í gerð. Vit hitta Sakaris Stórá, sum leggur síðstu hond á nýggjan stuttfilm. Og vit spyrja hví danska sjónvarpsrøðin Matador framvegis hevur fastatøkur á fólki. Eitt meiri fjøltáttað skúlatilboð, ein víðari sjónarringur og ein lættari yvirgongd til skúlatíðina í Klaksvík. Tað eru nakrir av jaligu ágóðunum, sum eitt skúlasamstarv í Norðoyggjum hevur havt, sambært Dáva Winther, mentanarleiðara í Klaksvíkar kommunu, ið hevur samskipað samstarvið. Skúlarnir í smærru kommununum í Norðoyggum hava tikið upp samstarv við størru skúlarnar í Klaksvík. Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum. Hitin í sjónum er helst orsøkin til, at sildin er enn í føroyskum sjógvi. Tað sigur Jan Arge Jacobsen, fiskifrøðingur. Sildin plagdi annars at fara norðureftir seint um summarið. AElig tlanin er, at skip skulu fáa ein serstakan ruskposa, sum skal nýtast til endamálið. Hann skal leggjast upp, tá komið verður til lands. Ein royndarverkætlan í 2007 vísti, at havið kring Føroyar er dálkað, sigur Kári Thomsen á Agenda 21 Stovuni Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum. Tað kann vera vandamikið at brúka Internet Explorer kagan. Telduserfrøðingar mæla fólki frá at brúka kagan júst nú, tí ein telduvirus ger um seg í løtuni. Danska KT trygdarráðið, ið kemur við tilmælum um trygga nýtslu av teldu og interneti, mælir øllum brúkarum til heldur at brúka aðrar internetkagar ella browsarar so leingi hol er í trygdini. Microsoft, ið framleiðir Internet Explorer kagan, váttar eisini, at eitt trygdarhol er í kaganum hjá fyritøkuni, og at tað í løtuni verður arbeitt við at fáa loyst trupulleikan. Sildin argar illa skipini, sum royna eftir makreli. Fýra hava longu mist loyvið at fiska og kanska verða tvey afturat løgd í dag. Harða kósin hjá Fiskiveiðueftirlitinum kann elva til útblaking, sigur reiðari. Einki verður broytt nú, sigur landsstýrismaðurin Tað verður torført at prógva, at 63 ára gamli føroyingurin, Martin Jacobsen, varð dripin. Tað ásannar Bjarne Højgaard, varapolitikommisserur hjá løgregluni í Mið og Vesturjútlandi. Skuldsetta kvinnan er einasta vitni til knívtilburðin í Lyngvig við Hvide Sande í Jútlandi sunnudagin. Kvinnan hevur viðgingið, at hon stakk Martin Jacobsen í búkin, men at hetta varð gjørt í sjálvverju. Sambært Bjarne Højgaard var blóðið á staðnum tað einasta, sum avdúkaði, at okkurt álvarsligt var á vási. Borð og stólar stóðu, sum tey eiga. Sostatt var einki tekin um bardaga ella annað, ið kann varpa ljós á málið. Í 1949 byrjaði Kina í smáum at hertaka grannlandið Tibet, við grundgevingum sum at Tibet altíð hevði verið partur av Kina. Hetta varð sagt, hóast tibetanar høvdu aðra fatan, egnan samleika, egið mál og mentan umframt at vera buddistar. Tíggju ár seinni var alt Tibet undir kinverskum valdi, og byrjað varð at umskipa landið. Til dømis hava tibetanar í dag onki politikst vald, og kleystrini hava mist allar sínar ognir. Eisini verður stórur dentur lagdur á at læra kinverst í skúlunum, meðan tibetanskt minkar alsamt sum undirvísingarmál. Eisini kann nevnast, at næstu ferð ein Dalai Lama skal veljast, verða tað kinverjar, ið fara at taka sær av tí valinum. Annað er effektiviseringin av landbúnaðinum. Hon hevur riggað sera illa, ti ongi atlit verða tikin til tibetanskar siðvenjur. Men kinverjar hava bygt nógv í landinum, og skúlarnir eru nú nógv fleiri í tali. Í gjárkvøldið var morgunsendingin til ein fyrilestur, sum danska Ellen Bangsbo helt á Fróðskaparsetrinum. Fróðskaparsetur Føroya og Føroya Fólkaháskúli skipaðu fyri. Ellen Bangsbo hevur búð nógv í Tibet og tess grannalondum, og hon er útbúgvin fólkalívsfrøðingur við bachelor sergrein í tibetanskari mentan og samfelag. Tibet er eitt rættiliga oyðið og fjarskotið land, hvørs fólk hevur fingið nógv størri uppmerksemi enn aðrir fólkabólkar, sum eins og tibetanar hava stríðst fyri sjálvræði seinastu 50 árini. Og vit fregnaðust fyrst hjá Ellen Bangsbo um hetta. Hví flyta so nógvar kvinnur av landinum Tað er heitið á nýggjari ph.d. verkætlan, sum granskarin, Karin Jóhanna Knudsen, júst er farin undir. Verkætlanin skal staðfesta, hvørjar orsøkir liggja aftan fyri fráflytingina, sigur Karin Jóhanna Knudsen. Verkætlanin er eitt samstarv millum Fróðskaparsetur Føroya og Roskilde Universitet. Endamálið er at savna vitan, sum kann koma Fróðskaparsetrinum og føroyska samfelagnum til góðar. Tað verður danski sjónleikarin Allan Olsen, sum heldur fyrilesturin. Allan Olsen hevur verið edrúur alkoholikari seinastu 15 árini. Hann gjørdist kendur sum ungur, tá ið hann leikti høvuðsleiklutin í filmunum Mig og Charly og Johnny Larsen Ein mamma hevur trupuleikar av, at dóttir hennara verður happað í skúlanum, og at tað er ein lærari, sum happar dóttrina. Í táttinum Børn og Ung í Morgunsendingini, svarar Anna Dalsgaard, hvat frægasta loysnin man vera. Japanska listaframsýningin ber heitið Friðartræið úr Japan. Fimm japanarar hava gjørt listaverkini fýra kvinnur og ein maður. Samstundis vitja gestirnir føroysku listakvinnuna Sigrun Gunnarsdóttir, sum saman við manninum, Tordi, eru samstarvsfólk teirra í Føroyum. Í samrøðuni verður tosað við Sigrun Gunnarsdóttir og japansku listakvinnuna, Mai Shibata, sum er ein av teimum fimm framsýnarunum. Mai Shibata siguri, at hennara list á framsýningini í Norðurlandahúsinum hevur íblástur úr Føroyum. Fólkalívið í Føroyum er grundarlag fyri hennara málningum. Talan er um eina søluframsýning. Í samrøðuni hoyra vit Sigrun Gunnarsdóttir og Mai Shibata. Á fundi í gjárkvøldið samtykti meirilutin í fíggjarnevndini í Sunda Kommunu at játta ein milliónr krónur at keypa ein brúktan brandbil. Málið kemur fyri á kommunustýrsfundi í næstu viku. Kim Durhuus er borgasrtjóri í Sunda kommunu. Tey flestu skipini, sum fiska makrel, klára at halda seg niðan fyri 10 prosent í hjáveiðu av sild. Tí heldur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, ikki, at tað er nakar stórur trupulleiki, at einstøk skip ikki halda seg til hámarkið, og harvið verða revsað. Trupulleikin við hjáveiðu er ikki nakað nýtt, sigur hann. Leygarmorgunin var eitt ógvusligt óhapp umborð á føroyska veitingarskipinum Sjóborg hjá Supply Service á einari norskari oljuleið. Ein 10 tons bingja datt 20 metrar niður á dekkið á Sjóborg, tá veirurin á krananum á boripallinum slitnaði. Hoyr Sámal Sivertsen, trygdarleiðara hjá Supply Service, greiða frá. Ein 63 ára gamal føroyingur búsitandi í Lyngvig nærindis Hvide Sande í Jútlandi doyði í morgun av løstinum hann fekk, tá hann varð stungin í búkin. Ein 54 ár gomul kvinna, ið var granni hjá dripna føroyinginum, er handtikin og varðhaldsfongslað. Hoyr Bjarne Højgaard, varapolitikommisser hjá løgregluni í Mið og Vesturjútlandi, greiða frá tilburðinum, ið endaði við, at 63 ára gamli føroyingurin doyði. 128 fólk, ella sløk 10 av teimum, sum eru skrásett sum arbeiðsleys í ALS, hava verið í karantenu, tí tey hava sjálvi sagt seg úr starvi. Tølini koma óvart á Maritu Rasmussen, stjóra í Vinnuhúsinum, sum vil hava nærri útgreinað, hvør orsøkin er. Í løtuni eru bert fýra fólk í karantenu í Arbeiðsloyssiskipanini. Íløgan í Tórsvøll kann fara at síggjast aftur á íløguætlanini næstu árini, men ein stórur meiriluti tók undir við tilráðingini, tá atkvøtt varð hóskvøldið. Hitaverkið í Hoyvík liggur best við Klingruna beint norðan fyrii bygnigin hjá Føroya Tele, tí tað er tætt við brúkaran, og staðið longu er skipað sum eitt knútapunkt fyri fjarhita í økinum.Tað sigur stjórin í Fjarhitafelagnum, Hans Christian Dam. Men Eigarafelagið Inni á Gøtu og Eigarafelagið í Hoyvíkshæddini hava kært byggingina, tí kanningar vísa, at hitamiðstøðin fer at dálka umhvørvið. Stjórin í Fjarhitafelagnum heldur tó fast um, at Klingran er best egnaða staðið, tí á Hjalla er longu ein ein fjarhitastøð. Drálið hjá Sunda kommunu í spurninginum um at skifta út brandbilin frá 1989 var beinleiðis orsøkin til at leiðarin fyri sløkkiliðið í Sundalagnum segði seg úr starvi á nýggjárinum. Spurningurin um at fáa nýggjan brandbil hevur verið frammi leingi. Fyri tveimum árum síðan varð avgjørt at seta pening av at keypa nýggjan og tíðarhóskandi bil. Hetta var treytað av, at pengar vórðu settir av tey næstu tvey fíggjarárini. Tá kommunustýrið avgjørdi ikki at seta pening av til bilin í hesum fíggjaárinum, handaði Signheðin Davidsen uppsøgn sína. Formaðurin í brunanevndini í Sunda kommunu hevur nú kært bygdarráð fyri ábyrgdarloysi í málinum um sløkkibilin í kommununi. Annaðhvørt má hjáveiðuprosentið trí ella fjórfaldast. Ella skulu øll skipini hava egna sildarkvotu. Tað ber ikki til at fiska makrelin við galdandi hjáveiðuprosenti. Tað er stjórin á Fiskiveiðueftirlitinum, Elmar Højgaard, sannførdur um. Og tað hevur hann altíð verið, sigur hann Hetta er ein fella og ikki ein reglugerð. Tað sigur Hanus Hansen, reiðari, sum aftur dregur Fiskiveiðueftirlitið í rættin, tí skip missa rættin at fiska. Trolararnir Stjørnan og Smaragd sleppa ikki at fiska í fýra vikur. Teir høvdu ov nógva sild, tá teir royndu eftir makreli. Hanus Hansen sigur, at reglugerðin hjá Fiskiveiðueftirlitinum um hjáveiði er heilt burturvið. Hon er harafturat eitt eindømi í allari verðini. Tað heldur Christian Graugaard, professari á Aalborg Universiteti og formaður í Sex og Samfund, sum í dag heldur fyrilestur á ráðstevnuni Ung og seksualitetur . Hoyr samrøðuna við Christian Graugaard og Maluna Egholm, fyriskipara av ráðstevnuni, her. Hvalbingurin Jóna Vivi Debes hevur longi verið sera sjónlig á Facebook. Hon hevur skrivað yrkingar og sett orð upp á rím, ið hava avdúkað, at hon er takksom fyri at vera komin heilskapað gjøgnum ymsar lívsroyndir, ið hava verið sera møtumiklar. Tá ið tað so frættist, at Jóna Vivi Debes hevði savnað yrkingar og onkran stuttan tekst í eina bók, fóru vit heim til hennara at fregnast. Og rætt var. Talan er um yrkingarsavnið Lívsins Royndir, hvørs lyklaorð er bjartskygni . Lívsins Royndir varð lagt fram á Seglloftinum á Tvøroyri leygarkvøldið. Allur ágóðan av søluni fer til skúlabygging í Kenya. Vit hava sett samrøðuna og nakrar yrkingar saman til eitt innslag, ið ikki skal metast sum ummæli, men burturav sum eina ferð inn í hugaheimin hjá Jónu Vivi Debes. Kom bara við okkum Tónleikabrotini vóru úr ymsum innspælingum hjá Frændur og Gnags. Metlága rentan á altjóða marknaðinum kemur eisini væl við hjá føroysku sethúsaeigarunum. Kortini gjalda føroyingar millum tvær og tríggjar ferðir so nógv fyri síni realkredittlán sammett við tað, sum danir gjalda fyri neyvt somu lán. Talan er um sonevnda bidragið , ið er kostnaðurin, sum verður lagdur afturat rentuni á realkredittlánunum. Hjá donsku realkreditt feløgunum er umsitingargjaldið millum 0,6 og 0,8 prosent av lánsupphæddini. Hjá føroysku peningastovnunum, sum selja føroyingum realkredittlán frá BRF og DLR, er hetta gjaldið1,9 prosent. Fríggjakvøldið vóru Súni Schwartz Jacobsen og John Rajani, stjórar í Eik Banka og BankNordik, gestir í útvarpsstovuni hjá Jón Briani Hvidtfeldt. Tað kann gerast eitt satt ríkidømi fyri føroyskan fiskaútflutning, um tað eydnast at fáa fríhandilsavtalur í lag við Russland. Tað sigur Árni Dam, russiskur aðalkonsul í Føroyum, sum í mong ár hevur samskift við russar. Men tað kann gerast trupult at fáa fatur á ríkidøminum, tí fleiri enn 30 lond liggja framvið at samráðast við Russland, og tí er avbjóðingin hjá føroyingum stór. Tað kann hugsast, at Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið kunnu semjast um nýggjan sáttmála, hóast Starvsmannafelagið og Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum ikki kunnu semjast um nýggjan sáttmála. Tað sigur Heðin Mortensen, formaður í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum. Men tað er lógarfest, at Fíggjarmálaráðið skal góðkenna ein slíkan sáttmála, sigur hann. Lønardeildin hevur ynskt, at Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Lønardeildin samráðast hvør sær, sigur Heðin Mortensen. Alt ov fá vita um okkum, heldur Ferðaráð Føroya. Gestirnir, bretska familjan Kerstie Pelling, Stuart Wickes og børnini Matthew, Cameron og Hannah hoyrdu um Føroyar av tilvild. Tey hava ferðast kring landið og kundu hugsað sær, at ábøtur vóru gjørdar í ferðavinnuni, og at vit vístu meiri av tí, sum vit longu hava. Tjørnuvíkingar hava umvælt kirkjuna til 75 ára hátíðarhald í heyst. Kingosangur ljóðaði leingi í henni, og Hans Esbern er ein teirra, sum hava tikið hann uppaftur. Í Tjørnuvík er stórt bygdarhús, har bæði føroyingar og danir vitja. Í sekstiárunum gróvu fornfrøðingar út, har húsini Inni í Stovu høvdu staðið. Løgini vóru fýra. Tjørnuvíksstakkur, Sjeyndir og Tjørnuvíksbjørgini hava havt stóran týdning. Stakkurin og hagin hava framvegis týdning, men nú eru bjørgini mestsum friðað. Føroyski marknaðurin er nevniliga so mikið lítil, at kostnaðurin at skipa og reka ein føroyskan realkredittmarknað hevði verið væl størri enn donsku realkredittlánini, sum føroysku peningastovnarnir bjóða sínum viðskiftafólkum í dag. Tað er greiða niðurstøðan í einum uppriti, sum danski tjóðbankin hevur latið gjørt. Havnin og Kvívík leggja ikki saman í eina kommunu í hesum umfarinum. Eingin av teimum 11 býráðslimunum, sum vóru á fundi í gjárkvøldið, atkvøddi fyri. Fimm býráðslimir atkvøddu ímóti at leggja saman, og seks atkvøddu blankt. Kvívíkar kommuna tekur avgerðina hjá Tórshavnar kommunu til eftirtektar, og heldur tí fyribils fram sum sjálvstøðug kommuna, sigur borgarstjórin í Kvívík, Dánjal Petur Muller. Avgerðin í Havn hevur ikki so stóran týdning, heldur hann. Tað hevur alstóran týdning fyri kappingarførið hjá føroyskum vinnulívi, at Føroyar fáa atgongd til russiska marknaðin. Tí ræður um sum skjótast at fáa eina fríhandilsavtalu við Russland, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður. 14. september verður ofta kveistraður burtur, men nú skal hann koma aftur til heiður og æru. Dagurin eigur í framtíðini at verða brúktur til at læra føroyskar skúlanæmingar um fólkaræði og eisini um fólkaatkvøðuna í 1946. Tað sigur formaðurin í Tjóðveldi, Høgni Hoydal, sum vil hava Mentamálaráðið at gera 14. september til ein temadag um fólkaræði. Men Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, tekur ikki undir við hugskotinum hjá Høgna Hoydal. Skúlin á Dímun er nú vorðin ein eind undir Kommunuskúlanum í Havn. Ítøkiliga merkir hetta, at í framtíðini fara fýra ymiskir lærarar at skiftast um at undirvísa børnunum á Dímun. Hvør lærari undirvísír í tríggjar til fýra vikur í senn. At Tróndur fer at sýna fram, fer at síggjast á mentanarstevnuni Nordic Cool. Væntandi fara einir hundrað glasfuglar at verða tað fyrsta, ið vitjandi fáa eyga á, tá tey í februar 2013 koma á gátt í Kennedy sentrinum, sum er ein ovurstórur mentanardepil í USA, kanska tann størsti. Tróndi Paturssyni er nevniliga litið upp í hendi at prýða komuhøllina í Kennedy sentrinum, tá hetta norðurlendska mentanarátakið verður har eftir ársskiftið. Norðurlandaráðið og mentamálaráðini í hinum norðurlondunum eru týðandi partar av tiltakinum Nordic Cool, ið fer at kosta einar 40 50 milliónir krónur. Í Føroyum hevur Norðurlandahúsið eftir áheitan frá Mentamálaráðnum staðið fyri fyrireikingini til Nordic Cool. Millum annað hava fýra umboð fyri Kennedy sentrið verið í Føroyum og vitjað. Tað verður altso í februar mánaða, men longu í gjár var almennur kunningarfundur í Kirkjubø. Tá morgunsendingin kom á gátt, vóru Tróndur og fleiri almenn umboð stødd í atelierinum. Hoyr innslagið her. Danmark hevur ongar ætlanir um at leggja fót fyri sjálvstøðugum føroyskum WTO limaskapi. Tað sigur Villy Søvndal, uttanríkisráðharri, sum hevur verið í Føroyum og kunnað føroyskar myndugleikar um uttanríkispolitisk viðurskifti. Nú er eftir øllum at døma vent í holuni, tí fyri stuttum segði Helle Thorning Schmidt, forsætisráðharri, at grundlógin forðar fyri føroyskum limaskapi í WTO. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, er fegin um, at danir viðurkenna føroyska ynskið. Almannamálaráðið hevur gjørtr faldara til 9. flokks næmingar, so teir síggja hvar teir kunnu venda sær, um teir eru úti fyri, ella vita um harðskap í heimum. Mariann Reinert frá SSP og Elin Winther Poulsen frá almannamálaráðnum vitjaðu í útvarpsstovuni Vit eru í einari jaligari tilgongd í málinum um sjálvstøðugan føroyskan limaskap í WTO, segði Villy Søvndal, uttanríkisráðharri, á tíðindafundinum. Á fundinum millum løgmann og danska uttanríkisráðharran í Vestmanna fyrrapartin vóru fleiri mál á skránni, millum annað limaskapur í WTO, fríhandilsavtala við Russland og ES revsiheimildin um tiltøk, sum kunnu raka Føroyar. Hoyr tíðindafundin í Tinganesi. Meiri verður at frætta frá vitjanini hjá Villy Søvndal í útvarpstíðindunum og í Degi og Viku í kvøld. Hetta kenna vit ikki nógv til. Tað sigur Ernst Jacobsen stjóri á ALS, sum hevur biðið Niels Mortensen, stjóra í SMS, koma á fund um tað, sum hann segði í útvarpstíðindunum í gjárkvøldið. Stjórin í SMS vísti til dømi, har fólk siga upp, tí tey heldur vilja upp í ALS. Ernst Jacobsen kennnir ikki til hesi dømini, tí fólk missa pengar, koma tey í skipanina. Starvsmannafelagið skal ikki vænta sær øðrvísi viðgerð í lønarsamráðingunum, enn onnur fakfeløg hava fingið. Tað vil siga eina lønarhækking, ið er 220 krónur um mánaðin, upp til umleið 30.000 krónur, sum so minkar líðandi, og fellur burtur, tá lønin er 50.000 krónur um mánaðin. Tað tykist greitt, nú samráðingarnar eru byrjaðar. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, leggur seg ikki út í samráðingarnar, men hann vísir á, hvat onnur feløg hava fingið Endamálið er at leggja trýst á danska uttanríkisráðharran, so føroysku ynskini um at røkja egin áhugamál í uttanríkispolitiskum spurningum verða hoyrd og tikin til eftirtektar. Tað sigur Høgni Hoydal, næstformaður í uttanlandsnevndini hjá løgtinginum, sum seinnapartin fer at hava fund við Villy Søvndal, ið er á vitjan í Føroyum. Makrelósemjan og samtyktin hjá ES tinginum í gjár, ið heimilar ES at seta revistiltøk í verk móti Føroyum, verður viðgjørd eisini viðgjørd á fundinum við Villy Søvndal. Tað kemur fram í Sjónarhorninum 12. september. Onnur evni í sendingini eru ætlaðu bachelor útbúgvingarnar á Vinnuháskúlanum, og eitt møguligt etiskt ráð í Føroyum. Hava vit tær umstøður, ið skulu til fyri at fáa vælútbúnar heilar í hópatalið at venda nøsini heim aftur eftir loknan lesnað, soleiðis sum allar røddir, ið ávara um fólkafráflyting og minkandi burðaravlop, tosa um Hoyr Eygleiðingina her. Peter Haahr var stjóri á Búnaðaðarstovuni tað sum fyrr æt Royndarstøðin í Kollafirði. Fyri tveimum árum síðan varð hann pensjóneraður, men kortini heldur hann fram við sínum eplaroyndum. Peter Haahr sigur, at vit lættliga kunnu velta øll okkara epli sjálvi, og at tað er gamalt og altjóða kent, at vil ein tryggja sær góða eplagrøði, er ráðiligt at seta fleiri eplasløg niður hvørt ár. Ein veit ongantíð, hvørji sløg trívast best, tað er ymiskt frá ári til ár. Peter Haahr leggur afturat, at í ár hevur svartaspillan ikki gjørt nógv um seg, og als ongin rotta hevur verið í veltunum hjá Búnaðarstovuni. Í samrøðuni hoyra vit eisini praktikantin Andreu Jensen. Búnaðarstovan fær síni setepli úr Danmark, Hollandi, og Týsklandi. Tónleikabrotini í innslagnum vóru tikin úr innspæling hjá The Corrs. Bókaútvalið hjá Lisu fevnir um bæði djúpar og undirhaldandi bøkur, til dømis krimi, ævisøgur, og spiritualitetur. Lisa Hendriksdóttir minnist, hvør tann fyrsta bókin var, sum hon las sum barn. Og hvørjar bøkur hon las fyri børnum sínum, sum eru trý í tali. Tey eru øll vaksin nú. Niels Mortensen, stjóri í SMS hevur hesa seinastu tíðina merkt eitt nýtt rák millum síni starvsfólk. Rákið er, at starvsfólk siga seg úr starvi eftir einum ári ella so, tí tey heldur vilja vera skásett í Arbeiðsloysiskipanini og fáa útgjald haðani, sigur hann. Ernst Jacobsen, stjóri í ALS, sigur, at upplýsingar sum hesar fáa tey ikki at vita á Arbeiðsloysisskipanini. Samstundis undrast hann, tí um starvsfólk sjálvi siga seg úr starvi, skulu tey til samrøðu. Eisini fáa tey karantenu í hálvan annan mánað og onki útgjald hesa tíðina. SMS hevur ikki bara trupulleikar við at fáa starvsfólk at støðast. Sølumiðstøðin hevur eisini stórar trupulleikar við at fáa lærlingar. Føroyar standa enn veikari mótvegis ES, tí vit ikki megna at fiska alla makrelkvotuna, sum vit hava ásett okkum. Tað sigur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, nú ES tingið hevur samtykt uppskotið, sum heimilar revsitiltøk móti londum, ið ikki fiska burðardygt. Uppskotið um revisheimildina varð samtykt við 659 atkvøðum fyri og 11 ímóti. Ein granskari, ein kostfrøðingur og ein kiropraktor verða nú eisini partar av okkara serfrøðingabólki. Vit fara at spyrja hvørji tey eru, og hvussu tey fara at lita Fit í vetur. Eisini hitta vit fyriskiparan av kappingini FM í Fitness, og tríggjar av kvinnunum ið luttaka. Tað eru ongar løgfrøðiligar forðingar fyri at skipa Føroyarí eitt ríkjasamband saman við Grønlandi og Danmark. Tað heldur Kári á Rógvi, lektari í løgfrøði á Fróðskaparsetrinum. Hann vísir á, at einki er til hindurs fyri at Føroyar skipa seg við egnar stjórnarskipanarlóg undir donsku trónuni, tí slíkar skipanir hevur Danmark havt fyrr. Kári á Rógvi vísir eisini á, at Stjórnarskipanaruppskotið, ið Tjóðveldi og Framsókn hava lagt fram, er eitt rættiliga sambandssinnað uppskot, ið kann vera við til at knýta sambandið millum Danmark og Føroyar, heldur enn líðandi at føra fram til eina uppgerð landanna millum, sum væl kann enda í sliti, eins og tað hendi við dansksinnaðu hertúgadømunum í Norðurtýsklandi á sinni. Nógv meira verður at hoyra um hetta málið í sendingini Sjónarhornið , sum verður at hoyra í útvarpinum klokkan 17.05 Allir limir í Starvsmannafelagnum skulu hava somu lønarhækking. Starvsmannafelagið fer ikki at góðtaka ein sáttmála, har munur verður gjørdur á lønini hjá limunum. Tað sigur forkvinnan í Starvsmannafelagnum, Selma Ellingsgaard. Sáttmálin millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið gongur út 1. oktober, og partarnir hittust í gjár, har teir handaðu hvørjum øðrum krøvini. Forkvinnan í Starvsmannafelagnum vil ikki siga, hvørji krøv felagið hevur lagt fram fyri mótpartin. Um 50.000 tons av makreli koma ikki til høldar í ár, tí handfaringin av fiskiskapinum var ikki røtt. Tað metir umboðsmaðurin hjá Lafayette, nú landsstýrismaðurin hevur givið leyst at fiska makrel. Lafayette hevur ikki tikið ímóti einum sterti í ár, sigur Ludvík við Stein, og politiska avgerðin um at geva leyst at fiska, fær ikki nevniverdan týdning, sigur hann. Í fjør keypti Lafayette 15.560 tons av makreli á uppboðssølu. Eitt føroyskt skip fiskaði kvotuna, og fekk væl burturúr. Í fjør tók Lafayette ímóti sløkum 50.000 tonsum av makreli og nakað av sild. Alt bendir á, at ES tingið í dag fer at samtykkja uppskotið, sum skal heimila revistiltøk móti londum, ið ikki fiska burðardygt. Føroyska sendikvinnan í Brússel stúrir tó ikki fyri avleiðingunum, sum hetta kann hava fyri føroyskan útflutning. Men tað kann skaða tingingarnar um makrelin í heyst, ásannar Kate Sanderson. Síðst í hesum mánaðinum skal uppskotið til endaligu atkvøðugreiðslu í ES ráðnum. Hóast nógv grov æl og fitt av vindi vóru eini 25 fólk við á Góðan morgun Føroyar túri í Vestmanna í morgun. Her kanst tú hoyra eina samanseting av innsløgunum, sum vórðu send í morgunsendingini í dag. Frásøgumaður er Niels Pedersen. Ein nýggj umhvørviskanning verður avgerandi fyri, um fólk í Hoyvík fáa eitt hitaverk sum granna. Fyrru kanningina gjørdi eitt danskt felag, men nú skal eitt norskt felag gera eina nýggja kanning av útlátinum, tí føroyska lendið líkist meira lendinum í Noregi. Hitaverkið verður ein ískoytisstøð, sum skal lata hita til fjarhitanetið hjá Fjarhitafelagnum, tá brennistøðin á Hjalla og elverkið á Sundi ikki kunnu lata nóg nógvan hita. Landsstýrið fer nú beinleiðis eftir sjálvstøðugum føroyskum limaskapi í heimshandilsfelagsskapinum WTO. Føroyar lúka treytirnar fyri at gerast sjálvstøðugt limaland í felagsskapinum. Tí kann tað væl hugsast, at føroyska ynskið verður sett fram sum eitt krav, tá løgmaður í morgin fer at hava fund við danska uttanríkisráðharran, Villy Søvdal, í Føroyum. Tað sigur Herálvur Joensen, deildarstjóri í Uttanríkistænastuni, sum hevur samskift við donsku stjórnina um føroyskan WTO limaskap. Súsanna og Oddbjørg hava eftirútbúgving sum mindfulness instruktørar. Tær vísa á, at hava vit okkara tankar í framtíðini, fáa vit ikki eyga á veruliga lívið, sum bara er her og nú. Hetta kann hava stóran miss við sær, til dømis tá vit ikki uppdaga, hvussu fantastisk okkara børn eru. Skeiðið verður í oktober mánaða í Havn. Stórur tørvur er á tilboðum, sum kunnu hjálpa fólkum, ið hava verið innløgd við sálarligari sjúku, út aftur í samfelagið. Tí ljóðar hugskotið við Fountain húsi áhugavert. Men tað er umráðandi, at tílík tilboð, sum eru uttan fyri almenna heilsuverkið, javnan verða góðskumett, sigur hon. Ætlanin verður mett at kosta 2,5 milliónir krónur um árið, men úr Heilsumálaráðnum koma eingir pengar, tí landsstýrismaðurin, Karsten Hansen, sigur seg ikki hava heimild til tess. Fólk í Hoyvík stúra framvegis fyri, at tey fáa eitt risastórt dálkandi hitaverk sum granna. Hóast tað fyribils hevur eydnast Eigarafelagnum Inni á Gøtu at steðga byggingini, stúrir felagið fyri, at ein nýggj umhvørvisgóðkenning er á veg, so hitaverkið kortini verður bygt. Tað sigur formaðurin í Eigarafelagnum, Brian R. Rasmussen. Higartil í ár eru 94 fólk dottin úr Arbeiðsloysisskipanini, tí tey hava brúkt allar sínar dagar í skipanini. Ein teirra er 36 ára gamli Ingi Jacobsen í Sandavági, sum er farin at fylla út pappír, so hann kann fáa hjálp frá Almannastovuni. Fáa tey, sum eru arbeiðsleys í dag, ikki arbeiði fyri ársskiftið, so fara 84 fólk afturat úr skipanini tað, sum eftir er av árinum. Tað fer at kosta Klaksvíkar kommunu millum 10 og 20 millónir krónur, um kommunan skal yvirtaka Badmintonhøllina og KÍ høllina. Kommunan tosar við Norðoya Sparikassa um eina samlaða loysn, tí báðar hallirnar sigla í fíggjarliga tungum sjógvi. Tað sigur Gunvá við Keldu, borgarstjóri, sum ikki dylir fyri, at talan er um eitt stórt tak hjá kommununi. Í táttinum App ropos koma ymsir føroyingar í útvaprsstovuna og tosa um appirnar, teimum dámar best. Appir eru forrit til iPhone, iPad og Android. Tað er bert í teimum størru plássunum, at fólk hava møguleika at velja, hvønn dagstovn tey vilja hava til síni børn. Beinta Dalbø, námsfrøðingur svarar. Í mai mánaða avtalaðu Arbeiðsloysiskipanin og Búnaðargrunnurin, at ALS fyribils leigar Vakstrarhúsið í Sandavági í eitt ár. Ætlanin var, at arbeiðstøk fólk í ALS skipanini skuldu fáa møguleikan at fara til verka og gróðurseta grønmeti og blómur. Og ætlanin hjá ALS helt. Í juni varð byrjað í Sandavági og væl bar til. Fríggjadagin var morgunsendingin við mikrofonin og fregnaðist, tá starvsfólk frá Vakstarhúsinum vóru í Vágsbotni í Havn við sínum vørum. Við royndarætlanini í Sandavági fáa arbeiðstøk nýggjar royndir og arbeiðstíð, og harvið betri møguleika at koma aftur í arbeiði. ALS sigur, at tess stytri ein hevur verið arbeiðsleysur, tess størri eru møguleikarnir at fáa nýtt starv. Í reportasjuni úr Vágsbotni hoyrdu vit Kirstin Christiansen greiða frá. Hóast sildin kanska fær ov lítið at eta, tá makrelurin er í nánd, eru ráðini kortini ikki at fiska makrelin niður fyri at bjarga sildini. Jan Arge Jacobsen, fiskifrøðingur og leiðari á Uppsjóvardeildini á Havstovuni, er ikki samdur við norska starvsbróður sín, Jens Chr. Holst, sum staðiliga heitir á fiskimenn um at fiska so nógvan makrel sum til ber, fyri at bjarga sildastovninum Húðkrabbi verður ovastur á dagsskránni í norðurlendskari krabbameinssgransking í framtíðini.Tað kom fram á fundi í gjár, tá Føroyar á fyrsta sinni vóru vertir fyri ársaðalfundinum hjá Norðurlendska Krabbameinssamtakinum, Nordic Cancer Union. Jákup N. Olsen er formaður í Krabbameinsfelagnum og Norðurlenska Krabbameinssamtakinum. Í fyrstu árunum hjá demokratinum bar til hjá komandi politikkarum at keypa sær hjálp og ráð frá sofistunum millum annað um røðulist, hvussu ein góð og mergjað røða skuldi berast fram. Arbeiðið við at skapa og tryggja varandi vælferð má og skal takast fram um luftkastellir um nýggjar grundlógir og loysing. Og politiskt klandur og stríð eru væntandi, nú uppskotið til eina føroyska stjórnarskipan er grivið upppaftur og lagt fyri tingið. Uppskotið sníkir loysingina gjøgnum bakdyrnar. Tað sigur Bárður Nielsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, eftir at Tjóðveldi og Framsókn løgdu uppskotið um stjórnarskipan fyri løgtingið fríggjadagin. Bárður Nielsen vísir á, at samgongan veit, at málið fer at skapa spjaðing og ósemjur, og tí hevur ABDH samgongan ongar ætlanir havt um at taka arbeiðið uppaftur í hesum valskeiðnum. Heilsumálaráðið fer ikki játta pening til eitt tilboð til sálarsjúk fólk, sum skal fyribyrgja, at tey verða løgd inn í heilum. Eg havi ikki heimild til tað, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum. Heilsumálaráðið hevur noktað at játta fíggjarligan stuðul til at seta á stovn eitt Fountain hús í Føroyum, sum skal hjálpa fólkum, ið hava verið innløgd við sjálarligari sjúku, út aftur á arbeiðsmarknaðin. Ein føroyingur við heilt serligum royndum var í útvarpinum í morgun og segði frá. 28 ára gamli Eyðfinn Bjarnastein úr Saltangará hevur í meira einn tvey ár verið við Siriuspatruljuni í Norðurgrønlandi. Virkisøkið hjá Siriuspatruljuni er næstan eina millión ferkilometrar. Siriuspatruljan heldur donsku yvirvøldina í hevd í arktiska Grønlandi vitjandi í økinum verða øll kannaði. Eyðfinn Bjarnastein hevur eisini roynt seg í Afganistan. Miisálit verður neyvan reist á landsstýrismannin í mentamálum, Bjørn Kalsø, sum formaðurin í Havnar Framburðsfelag hevur róð framundir. Tað kom fram fríggjadagin, tá tingið viðgjørdi ein fyrispurning frá Bjarna Djurholm úr Fólkaflokkinum til Bjørn Kalsø, landsstýrismann, um stjórasetanina á Vinnuháskúlanum. Føroyskur main stream popp rokkur er væl umtóktur kring allan heimin. Útvið ein millión eintøk av sangum hjá føroysku tónleika verksmiðjuni Baroli Music eru seld uttanlands. Tað eru Bárður Háberg og Óli Jógvasson, ið mynda Baroli Music. Í løtuni hittar sangur teirra A New Low í Niðurlondum Eggjarklettur, Uppi á Manni, Skúvafjall og Líðarfjall. Soleiðis eita teir fýra fjøllini í Nólsoy. Og í farnu viku var eitt gongulið í Nólsoy, og tey gingu upp á allar fýra fjøllini. Tórður Mikkelsen var við á ferðini, har hann hitti millum onnur Evi Poulsen úr Havn og Kamalu Langgaard úr Klaksvík. Dreparasniglar í Føroyum nevndir morniglar eru ikki bara til stóran ampa fyri urtagarðar, maðkar og onnur sniglasløg. Teir kunnu eisini vera vandamiklir fyri fóllk Nýggj gransking hjá norska djórlæknafrøðiliga stovninum hevur staðfest, at morsniglarnir kunnu innihalda stórar nøgdir at bakteriuni listeria, ið er vandamikil fyri fólk. Listeria bakterian kann millum annað elva til meningitis Birna Møkøre, landsdjóralækni, veit ikki um, at listeria er funnin í morsnigli her á landi. Hon mælir til, at fólk brúka vit og skil, tá tey fara í urtagarðin at berjast ímóti morsnigli. Havnar Sjónleikarfelag frumsýnir leygarkvøldið leikin Poemorðini eftir Jeffrey Hatcher. Tað verður í Sjónleikarhúsinum í Havn. Talan er um ein dramatiskan og óhugnaligan leik, ið byggir á krimi og detektivsøgurnar hjá amerikanska høvundinum Edgar Allan Poe. Men longu í kvøld verður eitt serligt slag upptakt til leikin leygarkvøldið, tá skipað verður fyri einum serligum kabarettkvøldi á handilsloftinum hjá Katrinu Kristiansen í Bringsnagøtu. Høvundin Hanus Kamban var í morgun í Kringvarpinum, her hann greiddi frá Edgar Allan Poe og ymsum honum viðvíkjandi. Hanus hevur bæði greinað og týtt Edgar Allan Poe. Í 1963 settu útróðrarmenn úr Vágum og aðrastaðni seg niður í Kappahavnini á Eggersoy, tí teir hildu tað vera so fiskiligt har. Ferðin var sera dramatisk. Blikur sigldi teir yvir á Hvarvið og fór síðani norður í Føroyingahavnina eftir salti, bensini, skúrum og bátum til útróðramenninar, sum summir høvdu róð út í Føroyingahavnini áðrenn. Men komin suður aftur móti Kappanum kom Blikur í ís. Hann fór at leka og sakk. Manning og ferðafólk komu øll livandi frá vanlukkuni, og týska skipið Poseidon tók tey við til Reykjavíkar. Eftir sótu útróðrarmenninir í Kappahavnini við skerdan lut. Í fýra sendingum í fara vit at hoyra um Tjørnuvíkar bygd og frásøgur haðani. Frásøgumaður er Hans Esbern Heinesen, sum fyri 10 árum síðani flutti aftur til heimbygdina eftir 40 ár í útlegd í Havn og á Argjum. Ferðin byrjar frammi við kirkjugarðin, har tann gamla kirkjan stóð, til hon varð tikin av og restirnar brúktar aftur í nýggjari kirkju í Saksun til stóra sorg fyri tjørnuvíkingar. Jógvan Arge leggur til rættis Pólski seglba acute turin var í stórum vanda, tá ódnin var upp á tað harðasta týsmorgunin. Deyði maðurin lá í sjónum umleið ein tíma, áðrenn teir fingu hann inn aftur. Hoyr Sigmar Bláberg, sum fylgir við sjófrágreiðingini í rættinum Eisini fara vit at hitta tey 6, sum samanlagt lætnaðu áleið 70 kilo, tá tey samanvið Fit broyttu lívstíl tíðliga í summar. Hvussu man støðan vera nú Eru tey framvegis eins sunn, ella eru grammini komin á aftur Tað ber væl til tekniskt at forða fyri, at børn við Downs syndromi verða fødd. Men skulu vit gera tað, ella eiga vit at lata vera Forkvinnan í Ráðnum fyri brekað, Barbara á Tjaldrafløtti, mælir til, at vit fáa eitt etiskt ráð, sum kann taka støðu til henda álvarsama spurning. Hon var i sendingi Røddin i í Kringvarpinum í gjár, sum Símun J. Hansen legði til rættis. Einir 500 600 miðnámsskúlanæmingar úr øllum landinum leitaðu sær í gjár sær kunning um, hvørja útbúgvingarleið teir skulu velja. Lestrarráðstevnan Markleys Útbúgving var í Norðurlandahúsinum. Teir flestu næmingarnir vildu hoyra um, hvussu tað er at sleppa av landinum at lesa. Og sum nakað nýtt var høvið í dag at hoyra um útbúgvingarmøguleikar í Kina. Sissal Rasmussen, lesifrøðingur greiðir frá. Børn í 2. og 6.flokki greiða frá vinarflokkum. Tey ganga í skúlanum við Løgmannabreyt í Hoyvík. Marjun Bæk, prestur, svarar spurningi frá lurtara, ið spyr quot um foreldur, sum bera barnið til dópin, verða skrivaði sum faddur quot . Vit hoyra eisini ymiskt um deyða og jarðaferð, deyðsváttan, grøv og kistu, hví hond verðir løgd á kistuna, hvat tað merkir at kondolera, jarðarferðartalur og hví fólk gera so nógv burturúr gravstaðum. Ragnvaldur Jensen av Sandi rakk ikki finaluna í 100 metrum bringusvimjing í Paralympisku leikunum í London, sum annars var málið hjá 22 ára gamla sandoyinginum. Tíðin hjá Ragnvaldi í morgun var 1 13 92, ið er tríggir hundrað partar frá bestu tíð hansara í 50 metra hyli. Eitt sekund væntaði í til eitt finalupláss. Ragnvaldur Jensen hevði ætlað at svomið sína skjótastu tíð til paralympisku leikirnar. Men úrslitið hevur á ongan hátt tikið mótið frá 22 ára gamla sandoyinginum. Hann ætlar at standa seg betur í Rio um fýra ár. Foreldur hava ábyrgd av at læra síni børn at bera seg rætt at í ferðsluni. Tey allarflestu foreldrini vilja gera sítt ítarsta fyri tryggleikan hjá sínum børnum í ferðsluni. Børn skulu læra, hvussu tey bera seg rætt at í ferðsluni. Ti er umráðandi, at tey so tíðliga sum til ber sleppa við út í ferðsluna. Um tey altíð sita í bili, læra tey ikki vandarnar í ferðsluni at kenna. Brynhild Høgnadóttir frá Ferðslutrygd, og Jan Fossaberg, ferðslupolitistur, greiða frá. Barack Obama, forseti, hevur ikki skapt búskaparligu trupulleikarnar í USA hann hevur arvað teir. Tað var niðurstøðan í røðuni hjá fyrrverandi amerikanska forsetanum, Bill Clinton, á demokratiska landsfundinum, sum verður hildin í Tampa, Florida. Røðan hjá Bill Clinton, sum var ein long verja av forsetatíðini hjá Barack Obama, verður hildin at vera tann týdningarmesta røðan á demokratiska landsfundinum. Í dag 12 ár eftir, at hann fór frá sum forseti er Bill Clinton framvegis millum best dámdu politikararnar í USA. Nú ber til hjá øllum at síggja, hvussu Føroyar sóu út ár 1900. Umhvørvisstovan hevur, í samstarvi við danska Kort og Matrikelstyrelsen og Føroya Dátusavn, gjørt tað møguligt hjá øllum at síggja, hvussu Føroyar sóu út ár 1900, tí øll tey elstu føroysku máliborðsbløðini eru nú vorðin tøk á internetinum. Stein Fossá er deildarleiðara á Umhvørvisstovuni, og hann greiddi soleiðis frá í Morgunsendingini. Taks fegnast um dómin hjá Hægstarætti, sum frítekur Taks at gjalda meirvirðisgjald aftur av okkurt um 12.000 bilum, ið vórðu seldir, frá 1999 til 2005. Pengarnir skulu ikki gjaldast aftur, hóast Hægstirættur samstundis er komið til ta niðurstøðu, at tað var ólógligt at krevja inn meirvirðisgjaldið. Lógarheimildin var ikki í lagi. Felagsskapurin World Harmony Run vitjar í Føroyum. Tað merkir í hesum føri, at nakrir íslendskir rennarar renna millum bygda og vitja skúlar, har endamálið er at gera vart við týdningin av friði millum mannað. Friðarrenningin hevur nevniliga onki annað endamál, og onga politiska dagskrá. World Harmony rennararnir hava ein kyndil við sær, og tað hava teir eisini aðrastaðni í heiminum, har teir eru í somu ørindum sum í Føroyum. Kyndilin er eitt tekin um framtak og útbreiðslu og eigur ikki at vera samanborin við olympiska eldin. Í góðverðrinum í gjár runnu friðarrennararnir frá Skúlanum á Velbastað til Eysturskúlan í Havn, har vit eisini fóru við mikrofonini. World Harmony Run átakið fór í gjár inn í Eysturoynna og á ferðini norðureftir verður endað í Klaksvík í morgin. Sunnudagin ætla rennararnir sær vestur í Vágar við friðarboðskapinum. Í innslagnum í greinini her hoyra vit, umframt samrøður, rútmur og tónar frá Jean Michel Jarre. Og tað var Gordon Mote, sum at enda sang Everything Is Beautiful . Avmarkingarnar í makrelfiskiskapinum har hvør bólkur fekk tillutað sín part av makrelkvotuni, og hvørt skip í bólkinum hartil hevði hámark á, hvussu nógv til bar at fiska verða nú tiknar burtur. Fiskimálaráðið hevur sent út eina fráboðan um ætlanir at broyta makrelfiskiskapin, soleiðis at hámørkini verða tikin av. Fráboðanin er send skipum og bátum, sum hava fingið fiskiloyvi at veiða makrel í ár. Hoyringsfreistin er mánadagin 10. september. Hoyr samrøðu við Jacob Vestergaard, landsstýrismann, í útvarpstíðindunum. Oddfríður Rasmussen, lærari og rithøvundur greiðir frá yrkingum, og so hoyra vit kringvarpsfólk lesa yrkingar, sum børnini hava skrivað Ferðin byrjaði í Niðaru Hoydølum, síðani varð gingið upp um høvdina og út á Roykheyggj. Leiðin gekk síðani heim á Garð, har drúgvasta frásøgnin var, og endað varð úti á Reyni. Saman við frásøgu og útvarpsmanni vóru eisini onnur áhugaði. Veðrið var av tí fagrasta. Tað var greitt ólógligt at krevja meirvirðisgjaldið av skrásetingargjaldinum av 12.000 bilum, tey seks árini frá 1999 til 2005. Men fólk fáa ikki pengarnar aftur fyri tað. Hóast tað vanliga er, at í slíkum førum hava fólk fullan rætt til at krevja pengarnar aftur. Tað sigur Hægstirættur, sum nú hevur felt dóm í málinum, sum í ringasta føri kundi kostað landskassanum yvir hundrað millión krónur. Bjørn á Heygum, advokatur, stevndi TAKS. Hann fekk viðhald, men ongar pengar Brimil varð boðsendur klokkan 8.15 í gjáramorgunin. Hann var staddur eystur úr Viðoynni, umleið 120 fjórðingar frá seglbátinum. Hóast ódnarveður ímóti, varð roynt at sigla, sigur skiparin, Óli Hansen Olsen. Vit royndu bara at hjálpa sum frægast, men tað var ørkymlandi ikki at fáa gjørt meira, tí veðrið var so ringt, sigur Andrias Mouritsen, tyrluskipari hjá Atlantsflogi. Hoyrið innsløg í útvarpstíðindunum frá tíðindafundinum, sum varð hildin fyrrapartin, og samrøðu við Andrias Mouritsen, tyrluskipara. Um hálvgum níggju tíðina kom Brimil á Havnina við teimum 10 fólkunum, sum vórðu bjargað av pólska seglbátinum, ið kom í havsneyð norðan fyri Føroya banka í gjáramorgunin. Ein av manningini er helst deyður, men tíðindini eru ikki váttað. Skúlastjórin á Venjingarskúlanum í Havn, Petur Ove Petersen, breyt allar avtalur við foreldrini, tá hann av sínum eintingum meldaði teir tríggjar dreingirnar úr Venjingarskúlanum, sum vildu í nýggja fótbóltsflokkin í Kommunuskúlanum. Foreldrini undrast á, hví skúlastjórin tók málið í egnar hendur og uttan um foreldrini meldaði dreingirnar úr skúlanum. Petur Ove Petersen hevur higartil ikki viljað gjørt viðmerkingar til málið. Útvarpið royndi aftur fyrrapartin at fáa eina viðmerking frá Peturi Ova Petersen, men til fánýtis. Jákup Sørensen, samskipari í NORA, greiddi i morgun frá stuðlinum, ið latin verður í heyst. Samstarvsstovnurin NORA fevnir um Føroyar, Grønland, Ísland, og Strandarnoreg. Endamálið er at styrkja samstarvið millum londini, og harvið gera norðuratlantiska økið sterkari, og stimbra tað fíggjarliga. Nordisk Ministerr d og útnorðurlondini rinda fyri virksemið hjá Nora. Tvær reisir um árið letur NORA stuðil til verkætlanir, har minst tvey lond eru partur av ætlanini. Næsta evstafreist at søkja er 1. oktober í ár. Hesaferð leggur felgasskapurin dent á langtíðarætlan sína, har høvuðsabjóðingarnar í útnorði eru fokusøki 1. At fáa meira burtur úr okkara evnum trad. yrki sum fiskvin , 2. at menna nýggjar møguleikar stuðla nýggjum vinnum , og 3. at vinna á fjarstøðuni samskifti og ferðsla . Stuðulin kann verða 500.000 krónur í trý ár sum mest, men tað verður ongantíð meira enn helvtin av fíggingini. Hina helvtina verður ein noyddur at útvega sjálvur. Eisini sær NORA fegið, at umsøkjarar eru, sum hava Kanada og oyggjalondini undir Skotlandi sum part av ætlan síni. NORA hevur sum einasti altjóða felagsskapur sína høvuðsstøð í Føroyum, og hagani er samskiparin Jákup Sørensen komin at siga frá royndum og møguleikum. Landsstýrismaðurin í mentamálum tvíheldur um, at alt fór rætt fram, tá stjóri skuldi setast fyri Vinnuháskúlan. Hóast ein samd setanarnevnd mælti til at seta Hans Johannes á Brúgv í stjórastarvið, tí hann út frá einum heildarsjónarmiði var nógv best egnaður, so var landsstýrismaðurin ósamdur við nevndina. Bjørn Kalsø helt fast um at seta Vilhjálm Gregoriussen, hóast aðalstjórin mælti honum til at fylgja tilmælinum frá setanarnevndini. Í tíðindaskrivi um dagarnar heitir Bjørn Kalsø tí á almenningin um at sláa kalt vatn í blóðið og hava álit á og góðtaka, at landsstýrismaðurin hevur tikið eina lógliga og sakliga avgerð. Hoyr samrøðuna, sum Jón Brian Hvidfeldt gjørdi við Bjørn Kalsø í útvarpstíðindunum. Sløkkiliðið, heilsuverkið og løgreglan hava skipað eina miðstøð á politistøðini í Havn, hagar allar fráboðanir eru komnar inn. Higartil eru 30 skaðar fráboðaðir, teir flestu hava verið í Havn. Takplátur eru loysnaðar, og byggipallar og trampolinir hava ikki verið nóg væl fest. Kári Sólstein hitti Martin Berg, løgreglumann, í útvarpstíðindunum. MRCC hevur mist sambandið við pólska seglbátin, sum sendi neyðarkall í morgun. Hann var tá staddur norður av Føroya Banka. Tað er av ringasta veðri á leiðini, 25 30 metrar um sekundið, og aldan er um 12 metrar høg. 10 fólk eru við seglbátinum, sum er 14 metrar langur. Brimil og Hvidbjørnen eru á veg til seglbátin, og ísfiskatrolarin Lerkur hevur eisini sett kós hagar, men tað viðrar so illa, at tað tekur fleiri tímar at sigla. Føroyska tyrlan er á veg, og verður á leiðini um ein hálvan tíma ella so. Men óvist er, hvat hon kann gera, sum líkindini eru. Eisini tyrlan hjá donsku sjóverjuni fer á flog seinni. Hoyr samrøðu við Edvard Bjarnason, setta leiðaran á MRCC, í útvarpstíðindunum. Børn úr 2. flokki í Tórshavnar Kommunuskúla greiða frá tí at ganga í einum listaflokki. Tey hava havt eina framsýning uppi á Dugna í Havn Ráðharrarnir í strandalondunum og fiskivinnukommisserurin í ES hittust í London í dag í eini roynd at semjast um makrelbýtið. Men sambært Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni, skilja ES og Noreg framvegis ikki føroysku krøvini um ein størri av heildarkvotuni. Og føroyingar ætla ikki at slaka. Hóast tølini hjá ALS siga, at arbeiðsloysið hjá teimum ungu millum 15 og 24 ár er seks prosent, er talið uttan iva størri enn tað. Tað heldur Búskaparráðið, sum mælir til at fáa greiði á ungdómsarbeiðsloysinum. Samanborið við onnur lond eru nógv færri ung arbeiðsleys í Føroyum. Í Svøríki til dømis er talið næstan 23 prosent, og samanumtikið er tað 20 prosent í Evropa, vísa tøl frá 2011. Formaðurin í Búskaparráðnum, Thomas Dam, mælir til at fáa greiði á, hvussu stórt arbeiðsloysið veruliga er í Føroyum. Seks prosent hjá teimum ungu er neyvan rætta talið, heldur hann. Í 2020 skulu 40 prosent av øllum nevndarlimum í vinnulívinum vera kvinnur. Tað er áskoðanin hjá ES kommiserinum, Viviane Reding. ES nevndarlimurin í løgmálum er ónøgd við, at evropeiska vinnulívið ikki sjálvboðið hevur megnað at fáa størri kvinnuumboðan, so nú ætlar hon at seta tiltøk í verk fyri at røkka málinum. Og málið er, at 1. januar 2020 skulu 40 prosent av nevndarlimunum í børsskrásettum fyritøkum í Evropa vera kvinnur. Aannars kunnu fyritøkurnar rokna við at fáa bót, missa statsstuðul og ikki sleppa uppí, tá almenn arbeiði verða boðin út. Hetta kemur fram í einum uppskoti frá Viviane Reding til nýggja ES fyriskipan, ið skal leggjast fram í heyst, og sum týska blaðið Welt am Sonntag hevur fingið innlit í. Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, ásannar, at ov fáar kvinnur eru í nevnd og leiðslu í føroyska vinnulívinum, men Føroya Arbeiðsgevarafelag er av teirri áskoðan, at partaeigararnir eiga sjálvir at gera av, hvussu nevnd og leiðsla verða mannað. Hoyr samrøðu við hana her. Frants er útbúgvin journalistur og hevur seinastu 15 árini starvast á Trúðboðanum, tey seinastu 12 sum blaðstjóri. Hálvan august tók Frants við sum nýggjur aðalskrivari hjá Bláa Krossi Kvotur í staðin fyri fiskidagar. Tey eru ráðini hjá Búskaparráðnum, nú fiskivinnupolitikkurin verður endurskoðaður. Bara toskurin undir Føroyum átti at givið 200 milliónir krónur meira um árið. Kvotur ella fiskidagar. Ið hvussu so er eigur botnfiskurin undir Føroyum at geva nógv meiri enn hann ger nú. Vit fiska 10.000 tons av toski um árið nú, sigur Búskaparráðið. Seinna búskaparfrágreiðingin í ár varð kunngjørd fyrrapartin. Endamálið við skeiðnum er at bjóða luttakarunum ta grundvitan, sum skal til fyri at stovna sítt egna felag. Eitt felag, sum kann vera ráðgevandi hjá Javna og øðrum, hvat viðvíkur málum, sum viðkoma fólki við virkistarni. Løgmaður hevur enn ikki tikið stig til samráðingar við donsku stjórnina um at greina peningarenslið millum Føroyar og Danmark. Samráðingarnar skulu sambært samgonguskjalinum verða lidnar við árslok, men løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, nýtti ikki høvið at taka spurningin upp á ríkisfundinum í Suðurgrønlandi í síðstu viku. Miðflokkurin mótmælir Formaðurin í Miðflokkinum, Jenis av Rana, hevur mótmælt, at løgmaður enn einaferð ætlar sær at royna at fáa blokkveitingina hækkaða við 150 200 miljónum krónum. Samráðingarnar við donsku stjórnina um at hækka blokkin endaður úrslitaleysar í januar, og formaðurin í Miðflokkinum hevur víst á, at formenninir í samgonguflokkunum hava verið samdir um ikki at fara til samráðingar aftur um at dagføra blokkin. Við í samgonguskjalinum Miðflokkurin vil hinvegin hava, at samráðingar nú verða um at greina peningarenslið millum Føroyar og Danmark seinastu nógvu árini, sum flokkurin hevur fingið við í samgonguskjalið. Í samgonguskjalinum stendur, at hendan greiningin skal verða liðug 31. desember 2012. Men løgmaður kann ikki lova, at tíðarfreistin, sum er ásett í samgonguskjalinum, verður hildin. Sambært samtakinum er orsøkin til úrslitið, at tað gongur væl, bæði í tryggingarpartinum og hjá peningastovnunum í samtakinum. Og harumframt sigur samtakið seg hava havt stóran kursvinning av Grønlandsbankanum og Bakkafrost. Úrslitið av tryggingarvirkseminum hjá TF var 31 milliónir krónur fyrra hálvár, meðan hálvársroknskapurin hjá Eik Banka vísti 25 milliónir í avlopi. Regin Hammer, forstjóri, væntar, at avlopið í ár verður tilsamans 90 130 milliónir krónur Í Tórshavnar Kommunuskúla er listaflokkur, har næmingar fáast við málningar og annað. Tey greiða frá og hava havt eina listaframsýning uppi á Dugna í Havn Føroyingar ræddust altíð at sigla um Kappan ella Hvarvið, sum Kap Farvel eitur á føroyskum eftir norrønari fyrimynd. Nógv skip komu illa fyri har, og føroyingar vóru stundum í stórum vanda. Eftir heimsbardagan fóru føroyingar kortini at fiska á sjálvum Kappanum. Bæði trolarar og bátaskip royndu á Kappanum og í sekstsiárunaum fóru føroyingar at rógva út har. Teir settu seg niður í Kappahavnini á Eggersoy og róku stundum um sjálvan Kappan, tá teir fiskaðu. Málið byrjaði tá teir tríggir Heini Viðoy, Teitur Olsen og Dánjal K. Hansen, umvegis síni feløg, HB og B36, fingu tilboð um at gerast partur av nýggja fótbóltsflokkinum í Kommunuskúlanum í Havn. Í fyrstu atløgu tóktist ongin forðing vera fyri, at teir tríggir næmingarnir kundu skifta frá Venjingarskúlanum til Kommunuskúlan uttan stórvegis trupulleikar ella hóvasták. Soleiðis bleiv tó kortini ikki. Skúlastjórin á Venjingarskúlanum, Petur Ove Petersen, setti føtur í spenni. Hann fortaldi foreldrunum, at um dreingirnir skiftu skúla, vóru teir ikki longur vælkomnir á námsferð til Íslands við restini av flokkinum. Petur Ove Petersen, skúlastjóri, vildi í fyrstu atløgu ikki kennast við málið tá Kringvarpið setti seg í samband við hann, men tá útvarpið legði upplýsingarnar fram, segði hann seg ikki hava nakrar viðmerkingar til málið. Hoyr alla søguna her. Psykoterapeuturin og avhengigheitsráðgevin, Bjørg Mortensen, tosar í sendingini nógv um alkoholismu og medavhengigheit bæði hjá avvarðandi til alkoholikarar og fólki annars. Umframt privata viðgerð, er hon knýtt at viðgerðarstovninum Heilbrigdi. Bjørg Mortensen harmast, at ikki fleiri tilboð eru til avvarðandi. Av øðrum, sum Bjørg tosar um, kunnu vit nevna týdningin av sjálvverju. Eisini vísir hon á persónligu maskurnar, sum í mongum lívsstøðum er neyðugar, men sum í aðrar mátar forða okkum tætt samband við okkara medmenniskju. Serliga okkara kæru. Bjørg Mortensen heldur ikki, at nakar hevur ringt sjálvsvirði, heldur vita vit ov lítið um okkum sjálvi Eitt nýt lív byrjar við viðurkenning av verandi støðu, og síðani kunnu vit endurfinna okkum sjálvi. Elin í Stórustovu skipar fyri útvarpsspengini Fit. Hon sigur, at kósin er tann sama sum síðsta vetur, men at tátturin við lívsstílsbroyting er settur av til kvinnur, sum hava tikið uppá eftir barnsburð. Fit hevur eisini aðrar heilsu , kost , og venjingartættir á skránni í vetur. Tað er annað árið, at sendingin Fit verður á hoyra í útvarpinum hjá Kringvarpi Føroya. Í Fiskimálaráðnum verður umhugsað at broyta kunngerðina um makrelfiskiskapin, so tey stóru skipini kunnu sleppa at fiska størri part av kvotuni. Tað eru framvegis um 80.000 tons eftir at makreli, og vísir tað seg, at tað verður torført at fiska makrelin, so mugu skipini, sum klára at fiska stórar nøgdir, fáa størri part, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður Avgjaldið, sum makrelskipini skulu rinda fyri at landa til útlendsk móttøkuskip, verður ikki broytt í ár. Avreiðingar og veiðigjaldið er tilsamans 2,25 fyri kilo. Tað skal lógarbroyting til, og stundir eru ikki at broyta viðurskiftini hesa vertíðina, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður. Sjálvstýri í Grønlandi og Føroyum varð als ikki tikið upp á tungu á ríkisfundinumí Suðurgrønlandi í gjár, og tað undrar grønlendsk tíðindafólk. Isbosethsen, journalistur, fylgdi við ríkisfundinum fyri grønlendska kringvarpið. Suðuroyar Sparikassi var ikki í vanda. Men hann vil fegin sleppa at læna út fleiri pengar. Tí hevur hann nú í summar fingið 10 milliónir krónur í nýggjum kapitali. Pengarnir koma úr Suðuroyargrunninum, sum eigur Sparikassan. Bjartskygnið í oynni hevur ongantíð verið størri tey 11 árini, Søren Bruhn, stjóri í Sparikassanum, hevur búð í oynni. Prátað verður eisini um nýggju fløguna Mouse, sum er tikin upp í Lundgaard Studio. Við knøttarnar var Óli Poulsen, og arbeitt var intenst í eina viku. Men Ingvør Nolsøe játtar tó, at kvinnurnar tíma ikki eins væl og menninir. Tó heldur hon, at tá kvinnurnar hava fingið sínar útbúgvingar og børnini eru vaksin nakað, átti at borið til at tikið felags samfelagsliga ábyrgd. Í samrøðuni verður eisini tosað um kvinnur fyrr og nú, og um at ferðast, sum part av at taka ábyrgd fyri egnum lívi. At leggja avgjald á skipini, sum fiska makrel er ikki rætt, tí fiskurin eigur at fáast til høldar sum skjótast. Tað sigur Arne Hansen, skipari á Finni Fríða, nú minni er at fáa av makreli, hóast 80.000 tons eru eftir at fiska. Veðrið hevur verið ólagaligt seinastu dagarnar, og tað er orsøkin til, at minni er at fáa, sigur Arne Hansen Sakaris Zachariasen, Sakaris í Streymnesi, býr í Skálavík og virkar sum útróðrarmaður. Fiskivinnan er eisini hansara høvuðsáhugi og tískil er tað høvuðsevnið í hesum parti av dagsins Stykkjagóðssending. Eisini tosar Sakaris um annað samfelgasligt, umframt uppvøksturin í Streymnesi, ið var merktur av, at mamman doyði frá honum á ungum árum. Tá Leivur Harryson, aðalstjóri í Mentamálaráðnum, segði seg úr starvinum, var tað sambært honum sjálvum gjørt undir stórum trýsti. Landsstýrismaðurin, Bjørn Kalsø, vildi hava Leiv Harryson úr ráðnum beinanvegin, og alternativið, ið løgmansskrivstovan bjóðaði honum at taka støðu til, var at skifta um aðalstjórastarv við Poul Geert Hansen, aðalstjóra í Heilsumálaráðnum. Leivur Harryson tók stutt eftir uppsøgnina aftur, men tá varð tilgongdin longu byrjað. Hans Trygvi Teirin, advokatur hjá Leivi Harrysyni, sigur, at heldur landsstýrið fast um, at uppsøgnin skal takast til eftirtektar, endar málið í rættinum. Í Tórshavnar Kommunuskúla er listaflokkur, har næmingar fáast við málningar og annað. Tey greiða frá og hava havt eina listaframsýning uppi á Dugna í Havn Arbeiðsloysisskipanin brúkar 400.000 krónur til at hátíðarhalda 20 ára stovningardagin í morgin. Pengarnir eru væl givnir út, heldur stjórin á ALS, Ernst Jacobsen, ið vísir aftur atfinningum frá varastýrislimi í ALS, ið undrast á raðfestingarnar hjá ALS. Eyðstein Djurhuus, sum er varalimur í stýrinum fyri ALS, hevur alment funnist at leiðsluni í ALS fyri peninganýtsluna í sambandi við 20 ára føðingardagin. Hann hevur boðað frá, at hann fer ikki í føðingardag hjá ALS. Stjórin í AlS vísir aftur, at stovnurin er farin út um sínar heimildir. Eini 40 fólk vóru við á fyrsta túrinum hjá Morgunsendingini í Útvarpinum í fyrsta býlinginum uttan fyri ta Gomlu Havnina. Nógv vóru úr hesum býlinginum Stendur tað til Helle Thonring Schmidt, forsætisráðharra, fáa Føroyar ikki sjálvstøðugan limaskap í WTO, sum skipanin er nú. Grundlógin forðar fyri tí, sigur hon. Men tað rínir ikki við Jørgen Niclasen, fyrrverandi landsstýrismann í uttanríkísmálum. Sum maki at krabbameinsraktum verður ofta neyðugt at taka støðu til nógv nýggj og øðrvísi viðurskiftir. Tað kann vera trupult at fáa alt til at ganga upp í eina hægri eind. Arbeiði, familja og tað sosiala lívið kemur undir størri trýst, og mitt í sorgini og stúranini, skal makin hjá tí sjúka hjálpa, ugga og fáa tað praktiska at virka sum best undir nýggjum fortreytum. Hetta setur stór krøv, og tað kann vera torført at at vita, hvat gerast skal, fyri at hjálpa á bestan hátt. Krabbameinsfelagið bjóðar makum at krabbameinssjúklingum at koma í samtalubólk. Í samtalubólkinum møtast tey við øðrum, sum eru í líknandi støðu. Í bólkinum er høvi at seta orð á hugsanir og ivamál og fáa stuðul at loysa møguligar trupulleikar í tryggum umhvørvi. Jansy Gaardlykke, dagligur leiðari hjá Krabbameinsfelagnum, var í Góðan Morgun Føroyar og greiddi frá. Løgfrøðin forðar, og tí eigur ein politisk avgerð at loysa málið um føroyskan limaskap í WTO. Tað sigur Jørgen Niclasen, sum arbeiddi nógv við føroyskum limaskapi, tá hann var landsstýrismaður í uttanríkismálum. Men løgfrøðilig tulking hjá dønum hevur steðgað limaskapinum higartil, sigur hann. Jákup Mikkelsen, formaður í Uttanlandsnevndini hjá løgtinginum, hevur biðið løgmann krevja av forsætisráðharranum, nú ríkisfundur verður í Grønlandi í kvøld, at Føroyar fáa sjálvstøðugan limaskap í WTO. Løgmaður hevur havt málið við á aðrar ríkisfundir, men uttan úrslit higartil. Løgmansskrivstovan var kunnug um, at landsstýrismaðurin í mentamálum og aðalstjóri hansara vóru grundleggjandi ósamdir í málinum um setan av stjóra til Vinnuháskúlan, uttan tó at gera nakað við málið. Tað váttar Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri, sum eftir ynski frá landsstýrismanninum fór undir at flyta aðalstjóran úr Mentamálaráðnum. Landsstýrismaðurin vildi sleppa av við aðalstjóran sum skjótast. Neyðugt er at sleppa øðrum ætlanum, skal skúladepilin í Marknagili gerast veruleiki við metta meirkostnaðinum. Tað eru landsstýrismaðurin í fíggjarmálum og landsstýrismaðurin í innlendismálum, sum varðar av Landsverki, samdir um. Bergtóra Høgnadóttir er kveikjari hjá ALS. Hon sigur, at summir arbeiðsgevarar ikki viðfara uppsagdar persónar virðisliga. Og hon heitir á teir, um at handla reelt og við virðing. Sjálv varð Bergtóra uppsøgd í løgtingsstarvinum, tá val var seinast. Hon greiðir frá, hvussu hon hevði tað tá, og hvat hon hevur gjørt síðan. Tá verður konsert í Norðurlandahúsinum við Marknaliðnum, ið er mannað við teimum báðum úr Harkaliðnum, umframt Kaj Johannesen og Eyðun Mohr Hansen. Annika Hoydal og Jógvan Dahl greiða í samrøðuni frá gomlum døgum, tá tey hugnaðu sær við Harkaliðnum í Danmark. Eisini verður konsertin leygarkvøldið umrødd. Jarvin Feilberg Hansen er gestur í Stykkjagóðsi, har hann greiðir frá sínum royndum við fakfelagsarbeiði, umframt ítrótti og ítróttarviðurskiftum. Jarvin starvst í dag sum ítróttarungdómsráðgevi hjá ÍSF. LGBT, Føroyar er felagið hjá samkyndum, tvíkyndum, og transpersónum. Sonja Jógvansdóttir sigur frá umstøðunum hjá teimum, sum víkja frá meirilutanum kynsliga. Hon heldur, at fjøldin sum heild góðtekur, at LGBT limir fáa lógarliga javnstøðu, og tí eru tað fyrst og fremst politikararnir, ið eiga at handla. Í samrøðuni sigur Sonja Jógvansdtóttir eisini frá viðurskiftunum í Íslandi, har hon fyri stuttum var og helt røðu á Pride Reykjavík. Eisini sigur Fríðrik Bláhamar okkum, at renningin var ein háttur hjá honum at koma víðari, eftir at hava verið sjúkur seint í nítiárunum. Samrøðan nemur eisni við heilsuspurningar í samband við maraton og aðra ítrótt. Og hvussu ein kann melda til Tórshavn Maraton, ið verður runnið sunnudagin klokkan 13 00. Annfinnur Heinesen, leikstjóri og trý av teimum ungu, sum skulu vera við í Audition vitjaðu Góðan morgun Føroyar í morgun. Hoyr samrøðuna við tey her. Útivið hálvthundrað føroyingar eru við á stóru oljumessuni, sum er í Stavanger í hesum døgum. Nú tað aftur verður borað í føroyskum øki, er áhugin vaksin fyri at vera við, sigur Jan Muller, stjóri í Føroya Oljuídnaðarbólki og á portalinum Oljan.fo, sum eisini er í Stavanger. Føroyingar ræddust altíð at sigla um Kappan ella Hvarvið, sum Kap Farvel eitur á føroyskum eftir norrønari fyrimynd. Nógv skip komu illa fyri har, og føroyingar vóru stundum í stórum vanda. Eftir heimsbardagan fóru føroyingar kortini at fiska á sjálvum Kappanum. Bæði trolarar og bátaskip royndu á Kappanum og í sekstsiárunaum fóru føroyingar at rógva út har. Teir settu seg niður í Kappahavnini á Eggersoy og róku stundum um sjálvan Kappan, tá teir fiskaðu. Skúladepilin í Marknagili verður 155 milliónir krónur dýrari í mett. Tað er greitt, eftir at tilboðini vórðu latin upp í gjár. Tilboðini upp á handverkaraarbeiðini eru 475 milliónir krónur, men sambært verklagslógini, sum tingið hevur samtykt, kann byggjast fyri í mesta lagi 320 milliónir krónur Tá er innbúgvið ikki íroknað. Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, bíðar nú eftir eini meting hjá Landsverki, sum ætlar at skarva av verkætlanini. Hann mælir tó frá at leinga byggitíðina, tí tað fer at gera skúlan uppaftur dýrari. Fyrsta Eygleiðingin umrøddi áskoðanina hjá Pálli á Reynatúgvu, at fólk í útjaðaranum skulu rinda minni í skatti, tí tænastustigið er nógv lægri enn í miðstaðarøkinum. Beinra Løwe Jacobsen og Kári Mikkelsen vóru í Eygleiðingini Samrøða við Inguna Eiriksdóttir, stjóra á Dátueftirlitinum um, hvussu børn eru umfatað at persónsvernd. Millum annað verður komið inn á, um tað er loyvt at avmynda børn í skúlatíð og leggja myndirnar á netið. Føroysk fótbótlsfeløg, ið gjalda leikaralønir svart, hava havt lætt spæl leingi. Taks hevur hvørki eftirlit ella yvirlit yvir trupulleikan við svørtum pengum í fótbóltinum. Tað viðgongur Eyðun Mørkøre, stjóri í Taks. Jens Martin Knudsen, kendi málverjin á landsliðnum, hevur sagt, at rótin til alt ilt er møguleikin hjá føroyskum feløgum at sleppa út í Evropa at spæla hvørt ár og harvið at sleppa fram at milliónunum hjá evropeiska fótbólssamgonguni UEFA. ST átalaði í 2011 Føroyar fyri ikki í nóg stóran mun at upplýsa børnum og ungum um teirra rættindi. Hetta kom als ikki óvart á Amnesty Føroya deild, tí seinastu 2 árini hava vit skipa fyri undirvísing í mannarættindum fyri áleið 1500 næmingum, og Amnesty varð bilsi av, at næmingarnir í so stóran mun taka síni rættindi fyri givið, og hava tí ongantíð hugsað um, hvørji rættindi tey í veruleikanum hava. Miichel Banz og Katrin á Neystabø greiða frá í Morgunsendingini Tað gongur striltið hjá Posta at selja bygningarnar, sum standa tómir kring landið. Og teir verða ikki seldir fyri minni enn virðið er, ger leiðslan greitt. Eiðis kommuna heldur seg hava gjørt kvettið, eftir at kommunan fyrr í ár keypti bygningin hjá Posta á Eiði fyri 300.000 krónur. Posta kravdi tríggjar ferðir so nógv fyri bygningin fyri tveimum árum síðani. Yndisappirnar hjá Halli Helmsdal eru at finna á hesum leinkjum Evernote Google Play ella AppStore Splinx AppStore . Er ikki tøk til Android enn. Pixlr o matic Google Play ella AppStore Serligi fótbóltsflokkurin fyri útvaldar dreingir, ið Tórshavnar kommunuskúli og FSF hava tikið stig til, stríðir ímóti andanum í fólkaskúlanum. Tað heldur Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag. Hann skilir als ikki, at nýggi fótbóltsflokkurin bara er fyri dreingir. Kári Davidsen, lektari á Føroyra Studentaskúla, og Jonhard Mikkelsen, lektari á Læraraskúlanum, viðgerða dagsins málspurning. Lurtið her. Spurningar kunnu sendast til máltáttin Orð um orð , við at senda teldupost til Góðan morgun Føroyar, ella far inn á heimasíðuna. Maðurin við topphúgvuni er heitið á bókini, sum Uni Holm Johannesen hevur skrivað um fyrrverandi landsliðsmálverjan Jens Martin Knudsen. Jens Martin var gestur í morgunsendingini í morgun. Hoyr samrøðuna við hann her. Kjakið um, hvør skal gjalda eftirútbúgvingina hjá pedagogunum, vendir fullkomliga skeivt. Tað sigur Gunvá við Keldu, forkvinna í Kommunusamskipan Føroya. Mentamálaráðið hevur víst á, at tað eru kommunurnar, sum eru arbeiðsgevarar hjá pedagogunum, og tí eiga tað at vera kommunurnar, sum taka sær av eftirútbúgvingini. Nei, sigur Gunvá við Keldu. Tað er Mentmálaráðið, sum hevur ábyrgdina av útbúgving í Føroyum, og tí má Mentamálaráðið hava eina heildarætlan, sum eisini umfatar eftirútbúgvingar, sigur hon. Danmark noyðist at eftirlíka ynskjum úr Grønlandi og Føroyum, um londini skulu samstarva í framtíðini. Tað sigur grønlendski landsstýrsformaðurin, Kuupik Kleist. Hann heldur tað vera ørkymlandi, at Danmark hevur lyndi til at gloyma, at landið yvirhøvur er í einum ríkisfelagsskapi. Kuupik Kleist skilur væl, hví Danmark vil varðveita Grønland og Føroyar í einum ríkisfelagsskapi. Tað hevði hann eisini gjørt, um hann var danskur forsætisráðharri, tí ríkisfelagsskapurin er gull verdur fyri Danmark. Talan er um eina sera langa ferð í Norðurspania, sum fólk oftani byrja í Suðurfraklandi og enda í Santiago de Compostela. Har verður gist á herbergum og viðførið eigur ikki at vera tungt. Kristina Christiansen gekk fyri tveimum árum síðan allan teinin einsamøll, men í ár gingu hon og dóttirin bert ein part av strekkinum. Kristina greiðir í sendingini frá ymsum áhugaverdum, til dømis at Skt Jákup er grivin stutt frá Santiago, og hví ein kirkja hevur livandi hønur í kirkjurúminum. myndin er frá ferðini í ár . Súsanna Vígdá er clairvoyantur, miðil, hypnoterapeutur, og healari. Síðan hon var smágenta hevur hon havt samband við tað ókenda. Hesi evni nýtir hon í dag til at hjálpa fólki, ið ynskja at fáa eitt betur lív, ella at koma víðari. Eisini vitjar hon hús, har fólk ganga aftur, umframt at hon gjøgnum hypnoterapi til dømis kann stuðla einum í at leggja av at roykja. Healingin fær teg at kenna størri vælveru og javnvág og kann vera lekjandi. Súsanna Vígdá var í Stykkjagóðssendingini 15. august. Eisini er samrøða við Gunvá við Keldu, borgmeistara í Klaksvík, um ferð til Kýpros, har hon hitti umboð fyri býráðið í býnum Limassol. Hetta er seinni partur av Stykkjagóðssendingini 23.08,12. Í fyrra parti var einans ein samrøða, ið er løgd út sum Camino til heimsins enda . myndin sýnir Onnu Dalsgaard og Jóngerð Poulsen, nevndarlimir í Beranum . Tað finst eingin semja í samgonguni um, at eg ikki skal royna at fáa hækkað blokkin. Tað staðfestir Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, sum á ongan hátt hevur slept ætlanini um at tryggja landskassanum 150 til 200 milliónir krónur meira í ríkisveiting. Løgmaður vísir sostatt aftur tí, Jenis av Rana, formaður Miðfloksins, segði við Útvarpið á middegi um, at greið semja er í samgonguni um IKKI at fara fleiri biddaragongur til Danmarkar eftir meira pengum. Fleiri samráðingar verða ikki við donsku stjórnina um at hækka blokkin. Tað eru formenninir í samgonguflokkunum samdir um, sambært Jenisi av Rana, formanni í Miðflokkinum. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, hevur annars fleiri ferðir sagt, at hann hevur ikki slept ætlanini um at fáa blokkin hækkaðan. Men tað kemur ikki upp á tal, meðan Miðflokkurin situr í samgonguni, staðfestir Jenis av Rana. Stjórin í Vága Floghavn sáar iva um úrslitið í nýggjastu kanningini hjá Landsverki, ið staðfestir, at reglusemið í flogferðsluni kann økjast við fýra prosentum,um flogvøllur verður gjørdur á Glyvursnesi. Samsvar er ikki millum kanningina hjá Landsverki og tølini hjá Vága Floghavn, sigur Jákup Sverri Kass. Tað er bæði at gera mismun á gentum og dreingjum, brot á fólkaskúlalógina og eitt stórt afturstig, at skipa ein fótbóltsflokk, sum bara er fyri dreingir. Tað sigur Marna Jacobsen, ritsjóri, nú kommunuskúlin í Havn saman við eldsálum í fótbólti hevur skipað ein fótbóltsflokk fyri dreingir í skúlanum. Hanus Joensen, skúlastjóri í kommunuskúlanum, vísir á, at fótbóltsflokkurin fyri dreingir er ein royndarverkætlan. Hann metir ikki, at flokkurin er brot á fólkaskúlalógina, tí lógin loyvir royndarverkætlanum, sum kunnu vera á markinum i lógini, júst tí tað snýr seg um eina roynd. Tað verður ikki í bræði, at flogvøllur verður gjørdur á Glyvursnesi. Tað sigur landsstýrismaðurin í vinnumálum, ið varðar av flogvallarmálum. Landsverk hevur annars brúkt fleiri hundrað túsund krónur til kanningar, sum hava staðfest, at Glyvursnes er best egnað pláss í Føroyum at byggja annan flogvøll. Trúvirðið hjá føroysku fiskifrøðini er í vanda, nú havrannsóknarskipið Magnus Heinason ikki fær gjørt árligu yvirlitstrolingarnar av botnfiskinum, tí fígging vantar. Tað heldur Eilif Gaard, stjóri í Havstovuni. Tað er eitt vánaligt tekin at senda umheiminum, og kann í evsta føri hava við sær, at trúvirðið í okkara stovnsmetingum og tilmælum mótvegis ICES minkar, ávarar stjórin á Havstovuni. Kanningin vísir, at eingin turbulensur er á Glyvursnesi, og verður nýggjur flogvøllur bygdur har, batnar reglusemið fýra prosent samanborið við flogvøllin í Vágum. Flogvallarviðurskiftini eru kannað í samráð við politiska myndugleikan, sum nú fær niðurstøðuna frá Landsverki. Millum teirra, sum hava gjørt kanningina, er Klæmint Østerø, verkfrøðingur. Tað hevur ikki verið grundarlag at bjóða bilfígging fyri 4,8 prosent í rentu, eins og ein bilasøla kann. Men vit kanna viðurskiftini og fylgja gongdini, sigur Súni Schwartz Jacobsen, stjóri í Eik banka. Varð hvør almenn íløga fakliga mett, áðrenn hon varð gjørd, hevði búskapurin fingið nógv meira burtur úr íløgunum. Tað sigur Landsbankin í nýggju búskaparmetingini. Politikarnir brúka ikki fakliga førleikan nóg nógv, áðrenn pengar verða brúktir til íløgur. Sigurd Poulsen, landsbankastjóri, sigur, at íløgur geva meira arbeiði beinan vegin. Men avgerandi er, hvussu íløgan roynist sum frá líður. Fólk eru varin og svartskygd. Tí brúka tey ikki pengarnar, tey hava fingið afturat, nú flatskattur er. Í staðin fyri seta tey pengarnar inn ella gjalda skuldina niður. Men húsarhaldini eru ikki illa fyri. Tað sigur stjórin í Landsbankanum, Sigurd Poulsen, sum fyrrapartin legði fram nýggja búskaparmeting fyri 2012 og 2013. Føroysku peningastovnarnir hava eins rentu fyri billán, og tí nýtist teimum ikki at lækka rentuna. Men fara fólk í stóran mun at keypa bilar frá bilasølum, sum krevja hálvtannað prosent lægri rentu, so verða bankarnir noyddir at lækka sína rentu, fyri ikki at missa marknaðarpartin. Tað sigur viðmerkjarin og fyrrverandi bankastjórin, Eyðfinn Reyðberg. Mentamálaráðið átti langt síðani at hava funnið ein loysn á málinum um skúlaleiðaran í Hósvíkar skúla, áðrenn málið endaði sum eitt politi mál. Tað heldur Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag, sum er sera harmur um, at skúlaleiðarin í Hósvíkar skúla, Eydna Matras Midjord, nú er meldað til politiið fyri harðskap móti einari 12 ára gamlari gentu. Útvarpið tosaði í morgun við skúlaleiðaran í Hósvíkar skúla, Eydnu Matras Midjord. Hon vísti avgjørd aftur, at hon skal hava framt harðskap á nakran næming. Útvarpið skilir, at fyrstu avhoyringarnar í málinum eru gjørdar í dag, men á politistøðini í Havn vilja tey ikki vátta, at arbeitt verður við málinum. Ferðin til Føroya var longu avgjørd, áðrenn Hægstirættur fekk málið um meirvirðisgjaldið av skrásetingargjaldinum av bilum. Hægstirættur er fyri alt ríkið, og tað vildi rætturin vísa við at fara til Føroya á kunningarferð. Tá so rætturin fekk eitt føroyskt mál, var lagamanni at hava rættarfundin í Føroyum, sigur Børge Dahl, hægstarættarforseti. Hægstirættur varð stovnaður í 1661, og hetta er fyrstu ferð í 351 ára longu søguni, at Hægstirættur er í Føroyum. Guðrun vð Rættará á er dagsins tónleikagestur í Stykkjagóðsi. Millum løgini greiðir hon frá yrkinum sum hárfríðkari hvussu tað var at missa foreldur um sambandið við systrina um gastric bypass skurðviðgerðina, umframt tónleikin í sendingini, og annað Havnakvinnan Laufey Blaasvær hevur sera greiðar meiningar í javnstøðuspurningum. Tá fólkið herfyri skuldi teljast í Manntal, helt hon tað vera nógv fyri, at orðið Fólkatal ikki varð nýtt. Laufey sigur, at hon sum kvinna krevur at kenna seg aftur í tungumálinum, ið er rættiliga maskulint. Tá prátið kemur inn á fyrimyndir, hava Astrid Lindgren og Pippi eitt serliga bjart pláss í hugaheiminum hjá Laufey Blaasvær. Fyrrverandi landsliðsmálmaðurin var í gjárkvøldið í Degi og Viku og vísti á trupulleikan við svørtum peningi í føroyskum fótbólti. Sendingin Stykkjagóðs spyr Jens Martin, hvørjar afturmeldingar eru komnar í dag til hansara ákærur. Eisini tosa vit við Mannin í Topphúgvini um bókina sum heild hvør munur var á hugburðinum á A landsliðnum í mansfótbólti fyrr og nú. Og vit spyrja Jens Martin Knudsen, hvat hann metir sum sín besta eginleika. myndin er tikin av netinum . Rentan á bilfígging í Føroyum er ov høg. Og tá ávísar bilfyritøkur kunnu veita rentu, sum er undir lægstu sethúsarentuna, rakar tað bilfyritøkur, sum ikki hava sama møguleika. Tí arbeiða eisini aðrar bilfyritøkur við at fáa sær útlendska fígging. Tað er neyðugt, tí kappingin er ikki jøvn, sigur Jógvan Højgaard, stjóri í Pf. Wenzel. Føroya Studentaskúli og HF skeið í Hoydølum hevur ikki fingið ta játtan í ár, sum skúlin hevur biðið um. Tí er neyðugt við ógvusligum sparingum, sum fara at merkjast longu í hesum árinum. Tað sigur Mikkjal Helmsdal, rektari í Hoydølum. Talan er ikki um smápengar, sum resta í, sigur hann. Rektarin hevur tosað við skúlamyndugleikan, sum er Mentamálaráðið, men tað hevur ikki givið nakað úrslit. Játtanin til skúlan í Hoydølum í ár er 52,6 milliónir krónur Vápnið skal brúkast við skili og ikki sum hóttan í tíð og ótíð.Tað loysir seg ikki at gartera í pressuni, tí so kemur minni burturúr, sigur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður. Uttan atkvøðurnar hjá Grønlandi og Sjúrði Skaale í Javnaðarflokkinum kann danska stjórnin fella, tí so hevur hon ikki meiriluta í fólkatinginum. Nú seinasta hond verður løgd á donsku fíggjarlógina fyri 2013, er gylt høvi at gera stjórnina varuga við, at uttan tríggjar ávísar atkvøður er hon illa stødd. Men tað loysir seg ikki at leika ov nógv í, heldur Sjúrður Skaale. Í 13 ár rindaðu føroyingar, sum arbeiddu í Danmark, av órøttum okkurt um fýra prosent av lønini í arbeiðsmarknaðargjaldi. Hetta eru pengar, sum fólk eiga at fáa aftur. Tað sigur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, sum í morgin fer at tosa við danska skattamálaráðharran um málið. Hann sigur, at fær hann viðhald, eiga arbeiðsgevararnir hjá føroyingunum í Danmark eisini pengar til góðar hjá statinum, tí eisini teir rindaðu arbeiðsmarknaðargjaldið frá 1998 til 2011. Í samrøðuni vísa tær á forðingar og loysnir í samband við persónsmenning. Eisini greiða gera tær frá ymsum, ið vit vanliga ikki eru tilvitaði um. Eisini spyrja vit Tinu og Sigbritt, hvat meiningin er við lívinum, og hví X Factor vinnarar hava trupult við at vinna sær fótafesti í tónleikavinnuni. Nú er bíligari at læna pengar til at keypa bil fyri enn til sethús og íbúðir. Samtakið Reyni Service og Auto Service hevur gjørt avtalu við ein danskan fíggingasrtovan, og rentan er 4, 8 prosent. Í løtuni er lægsta rentan fyri vanlig sethúsalán í Føroyum 5,5 prosent. Fólk kunnu eisini fáa realkredittlán, og tá er rentan lægri. Tað er ikki óhugsandi, at avloysarin fyri 34 ára gamla Magnus Heinason kemur aftur á fíggjarlógina. Ið hvussu er greitt, at samgongan tekur ikki undir við at finna alternativar fíggingarmøguleikar. Tí er framvegis ógreitt, nær skipið verður bygt, og hvussu tað skal fíggjast, ásannar landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum. Øll skúlagongd í skúlanum á Glyvrum er avlýst í dag vegna roykskaða. Tá eitt kuldaskáp, sum hevur verið sløkt í summar, varð tendrað í gjárkvøldið, var eitt skammlop, og tað elvdi til roykskaða. Hoyr Duritu Joensen, skúlastjóra, í útvarpstíðindunum. Loyniorð hjá 1300 føroyingum liggja nú alment frammi, eftir at altjóða felagsskapurin av teldusníkum, Anonymous, um vikuskiftið fór í hernað móti føroyska grindadrápinum. Álopið skal takast í størsta álvara, heldur Niels Uni Dam, er online managari hjá lýsingarfyritøkuni Sendistovuni, ið ger heimasíður. Millum heimasíðurnar, ið vórðu álopnar um vikuskiftið, vóru heimasíðurnar hjá Landsfelagnum fyri bjargingarfeløgini, Faroe Ship, Rás2, Netavísini og Vevlistanum. Tað er ábyrgdarleyst at skerja hjá teimum, sum hava lítið frammanundan.Tí kann tað gerast neyðugt at endurskoða játtanarkarmin fyri almannaøkið. Tað sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna við almannamálum, ið skal spara 33 milliónir krónur næsta ár, tí pensjónsaldurin ikki hækkar tann 1. januar, sum landsstýrið upprunaliga ætlaði. Avreiðingarprísurin hjá nótaskipunum verður avgerandi fyri, hvussu nógv línumenn í síðsta enda fáa í sín part fyri makrelkvotuna, ið Felagið Línuskip seldi reiðaríunum hjá Anfinni Olsen og Hanusi Hansen. Minstiprísurin er 1,75 krónur kilo.Tað gevur 8,75 milliónir krónur fyri 5.000 tons. Men sambært Hálvdani Gudmundsen, formanni í Felagnum Línuskip, verður prísurin tó ikki endaliga ásettur, fyrr enn øll 5.000 tonsini eru fiskað. Sambært avtaluni fáa manningarnar 43 prosent av upphæddini. Fiskiskapurin eftir makreli í ár er verri enn í fjør, og tað rakar virkini á landi, ið virka makrel. Hanus Hansen, stjóri á Faroe Pelagic, sigur, at prísurin er eisini lækkaður, men vónir eru um, at hann hækkar seinni. Eisini Bogi Jacobsen, stjóri á Varðanum Pelagic á Tvøroyri, sigur, at minni er av makreli higartil í ár. Í dag landar Tróndur í Gøtu góð 450 tons av makreli á Tvøroyri. Vit hitta hana á telefontráðnum úr London, har hon tekur eina informasjónsútbúgving. Anja greiðir frá Varpinum, hví Fámará bleiv ein stórur partur av hennara gerandisdegi, og frá útbúgvingini. Teir ungu menninir megnaðu ikki at vinná á Regini, sum helt varpinum í meira enn 10 sekund longri enn tann næstbesti. Vit tosa við Regin Jóanesarson um hesa kapping og um at nýta rørslu sum sinnisbata. Nú skúlin byrjar aftur í dag, eru bara tveir næmingar skrivaðir upp til 10. flokk í Vestmanna skúla. Skúlin hevur ikki møguleika at skapa eitt nóg gott 10. flokstilboð við tí tímatali, hann hevur, og tí fara næmingarnir aðrar leiðir Tað ásannar Ólavur Winther, skúlastjóri. Vikuskiftið ætlar hann at brúka upp á at rættlesa 30 síður um dagin úr gamla testamenti, og annars heldur hann, at hin grábeinti kann skeina sær við orðinum jaligheit , sum er komið beint upp úr Helviti. Tróndur Vatnhamar tosaði við Sjúrð Høgaard í sendingini Vikuskiftið , og tað varð tosað við stórum orðum. Sjúrður Højgaard er í holt við at týða King James bíbliuna til føroyskt, men er annars heimskendur í Føroyum fyri sínar bersøgnu, harðrendu og politiskt fullkomiliga skeivu online prædikur. Fólk eiga at sleppa at selja grind til onnur, ið vilja hava eitt kók ella tvey, uttan at óttast at verða fordømd fyri tað. Tað heldur Hans Jákup Hermansen, fyrrverandi formaður og núverandi nevndarlimur í Grindamannafelagnum. Hann mælir til eitt orðaskifti um, hvussu grindabýtið og alt tað, sum har til hoyrir, skal lagast til nútíðina. Tey umleið 10 prosentini av hvørjari grind, sum fara til umsiting, eru samansett av teimum fýra prosentunum til grindaformenn, sýsluformaður fær tvey prosent, latast skal ein finningarfiskur, og so skulu metingarmenn, skaðasýnsmenn og skiftishjálp hava sítt, áðrenn grind verður býtt til grindafólkið. Kaj Leo Johannesen, løgmaður, kúvendir og bakkar nú fyri meirilutanum í Sambandsflokkinum, ið ikki vil hoyra talan um einar sjálvstøðugar Føroyar í Ríkjafelagsskapi. Landsnevndin í Sambandsflokkinum sigur, at virkast skal fyri eini nýskipan innan fyri ríkisfelagsskapin. Løgmaður sær tó ongar forðingar fyri, at Føroyar vera sjálvstøðugt land innan fyri ríkisfelagsskapin. Kaj leo Holm Johannesen sigur í dag, at endamálið hevur ikki verið loysing og fullveldi. Og hann slær fast, at Sambandsflokkurin slær manngarð um ríkisfelagsskapin. Grindabýtið eigur at verða lagað til nútíðina. Tað heldur Hans Jákup Hermansen, fyrrverandi formaður og núverandi nevndarlimur í Grindamannafelagnum. Men nútímansgerðin skal taka støði í einum aðalorðaskifti um grindabýtið. Størsta avbjóðingin fyri siðbundna grindabýtið er, at samferðsluvirðurskiftini eru so nógv broytt, heldur Hans Jákup Hermansen Sambandsflokkurin er í vanda fyri at gerast ósjónligur í føroyskum politikki, um kósin hjá sitandi formanni og hansara vongi verður tann ráðandi í framtíðini. Bæði í spurninginum um ríkisrættarligu støðu Føroya og í víðgongda høgrapolitikkinum, er Sambandsflokkurin farin at líkjast ov nógv øðrum flokkum, og tað kann skaða flokkin. Tað heldur Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur og dekanur á Søgu og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Hoyr samrøðu við hann í útvarpstíðindunum. Rómurin var øgiligur, tá føroyska U21 landsliðið megnaði at fáa javnleik móti Danmark á ovara vølli í Gundadali. Danski venjarin, Morten Wighorst, var ikki blíður, tí úrslitið hevur við sær, at Danmark nú er tvey stig aftan fyri Serbia í EM bólki 4 fyri U21 landslið. Tróndur Arge segði frá dystinum fyri Rás 2. Føroyar taptu 2 0 fyri Íslandi í fótbóltslandsdystinum í Reykjavík í gjárkvøldið. Ísland legði seg á odda, tá ið hálvur tími var spældur, og seinna málið fingu teir í seinasta minutti í dystinum. Kolbeinn Sigtórsson úr hollendska felagnum Ajax Amsterdam skeyt bæði málini í dystinum. Føroyingar høvdu eisini sínar møguleikar, men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin í íslendska málið. Nýggi føroyski venjarin, Lars Olsen, var kortini væl nøgdur eftir dystin, og helt, at fleiri glottar vóru í føroyska spælinum. Lógarbroytingin hjá landsstýrismanninum í vinnumálum um at avmarka ognarrrætin hjá útlendingum í føroysku alivinnuni miðsavnar alivinnuna enn meira. Tríggjar alifyritøkur eru í dag, harav tann eina ræður yvir størsta partinum av alingini. Og tað er óheppið, heldur Bjørt Samuelsen, framsøgukvinna hjá Tjóðveldi í vinnumálum. Størri kvotur aðra staðni skulu slóða fyri uppskotinum hjá andstøðuni um at geva heimaflotanum rættindi í fremmandum sjógvi aftur fyri fiskidagar. Trolararnir í Barentshavinum og nótaskipini hava nóg mikið, og tí eiga onnur at fáa lut í til dømis svartkjaftinum og tí, sum Føroyar fáa fyri svartkjaft. Tað sigur formaðurin í Javnaðarflokkinum, Aksel V. Johannesen. Tingið viðger í dag eitt uppskot frá andstøðuflokkunum um fiskidagar í býti við fiskirættindi aðrastaðni. Sandoyggin er vorðin væl umtókt ferðamál. Bæði útlendingar og føroyingar, sum ferðast í egnum landi, koma í oynna. Hús verða leigað út, og nýggi Depilin í Skálavík hevur eisini stóran týdning fyri ferðavinnuna. Fríðtór Debes, leiðari á Sandoyar kunningarstovu, letur væl. Elis Poulsen hitti hann í morgunsendingini. Grasið í Sundalagnum er nógva staðni gult og avsviðið, og umhvørvisvinurin, Jens Kjeld Jensen rópar varskó. Men bøndurnir fáa gott gras, og virkiseigarin sleppur av við burturkastið. Tað verður ein dyggur smeitur fyri Sandoynna, um nýggja alilógin verður samtykt, og Marine Harvest noyðist at sleppa sínum ætlanum um aling á Sandsvág. Tað sigur Brandur Sandoy, løgtingslimur og borgarstjóri á Sandi. Hann tekur ikki undir við uppskotinum frá Johan Dahl, landsstýrismanni, sum tað er lagt fram. Grundleggjandi ósemja um leistin í tilbúgvingini í framtíðini var orsøkin til, at samstarvið millum stjóran á Tilbúgvingarstovninum og Fiskimálaráðið endaði í dag. Henrik Weihe Joensen sigur, at hann gjørdi av at siga upp. Elmar Højgaard, forstjóri á samanløgdu stovnunum Fiskiveiðieftirlitinum, Tilbúgvingarstovninum og MRCC Tórshavnradio, tekur við leiðsluuppgávunum hjá Henriki Weihe Joensen. Bjarni Djurholm, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin og limur í vinnunevndini, tekur í grundregluni undir við uppskotinum frá Johan Dahl, landsstýrismanni, um at avmarka útlendskan ognarskap í føroysku alivinnuni. Hann heldur, at ov stórur vandi er fyri, at alvinnan endar á útlendskum hondum. Bjarni Djurholm var landsstýrismaður í vinnumálum, tá útlendingar fingu stórt rásarrúm í alivinnuni, men umstøðurnar eru broyttar, sigur hann. Í Havn býr so nógv fólk, at tað er trupult at býta grind. Men skipanin, sum kommunan settí verk fyri nøkrum árum síðani um at býta til býarpartar, er góð, heldur Bergur P.Dam. Hann og Finnbogi Midjord, sýslumaður, skiftu orð um grindabýti í morgunsendingini. Meginfelag Føroyskra Studenta, MFS, skipar í annaðkvøld fyrifyrilestrum um møguleikarnar at menna telduspøl í Føroyum og at liva av ti. Fyritiøkan Simprentis ger oljuleitingarspøl, og virksemi hjá teimum røkkur út um landoddarnar. Martin Mohr Olsen var gestur í morgunsendingini . Í 1959 høvdu føroyingar góðan hug at fara til Eysturgrønlands at fiska. Har hevði ikki borið til hjá teimum áður, men nú hevði ljóðað frá góðum toskafiskiskapi á Ammassalikk leiðini. Tveir trolarar fóru yvir at royna við bátum, og P f J.F. Kjølbro sendi eitt heilt fylgi av útróðrarbátum avstað við farmaskipinum Karin K á odda. Kaj Leo Johannesen vil endurnýggja Sambandsflokkin við sínum víðfevndu hugsjónum um einar sjálvstøðugar Føroyar í ríkjafelagsskapi. Og tað er fallið sambandsfólkum fyri bróstið. Tað sigur Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum. Hann heldur, at ein uppgerð kann vera ávegis í Sambandsflokkinum. Smærru økini í Føroyum hava flest barnaverndarmál. Tað vísir seinasta frágreiðingin hjá Barnaverndarstovuni. Í fjør vórðu 725 børn í øllum landinum skrásett hjá eini barnaverndartænastu, tí tey á ein ella annan hátti høvdu tørv á hjálp. Sandoyar Barnaverndartænasta hevði lutfalsliga flest mál samanborið við barnatalið. Hoyr samrøðu við Kristinu á Reynatúgvu, leiðara á Sandoyar Barnaverndartænastu. Uppskotið hjá Johan Dahl, landsstýrismanni, um at avmarka útlendska ognarskapin í føroysku alivinnuni er í andsøgn við viðtøkurnar hjá Bakkafrosti um, at allir partaeigarar skulu fáa somu viðferð. Tað sigur stjórin, Regin Jacobsen. Málið var eisini á breddanum, tá Bakkafrost legði hálvársroknskapin fram í Oslo fyrrapartin. Regin Jacobsen sigur, at seinasta orðið er ikki sagt í hesum máli. Kvinnurnar hjá KÍ skulu í eldin aftur hósdagin. Tá er mótstøðuliðið albanskt, og hevur liðið undanfarnu dystirnar tapt heili 14 1 og 21 0. Tí eru vónirnar hjá KÍ, bæði at vinna og fáa fleiri mál, stórar. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, vil hava Sambandsflokkin at taka undir við broytingum í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark. Seinast, Samnbandsflokkurin ikki var við, kom fullveldislandsstýrið til valdið, sigur løgmaður. Hann væntar, at flokkurin fer at standa sum ein maður um eitt uppskot til næsta løgtingsval, tí tað slepst ikki undan broytingum. Og helst skulu allir flokkar í tinginum semjast um at gera broytingar í ríkisrættarligu viðurskiftunum. Hoyr samrøðu, sum Karolina Thostrup gjørdi við Kaj Leo Holm Johannesen í útvarpstíðindunum. Løgmaður vísir á, at nú eru bert 15 málsøki eftir at yvirtaka í heimastýrisskipanini. Hann sigur í samrøðuni við Politiken seg vera sannførdan um, at tey seinastu málsøkini eru komin á føroyskar hendur næstu tíggju árini. Høvuðsnøvnini komu ikki til landið, tí tað viðraði so illa, men fyrireikararnir hava ikki mist mótið, og herja á aftur næsta ár. Janus Rasmussen var í morgunsendingini. Í 1959 høvdu føroyingar góðan hug at fara til Eysturgrønlands at fiska. Har hevði ikki borið til hjá teimum áður, men nú hevði ljóðað frá góðum toskafiskiskapi á Ammassalikk leiðini. Tveir trolarar fóru yvir at royna við bátum, og P f J.F. Kjølbro sendi eitt heilt fylgi av útróðrarbátum avstað við farmaskipinum Karini K á odda. Tað kom útlendskum eigarum í føroyskari alivinnu dátt við at frætta, at landsstýrið ætlar at avmarka útlendska ræðisrættin úr 50 niður í 30 prosent. Ragnar Joensen, sum er nevndarformaður í Marine Harvest, sigur, at lógaruppskotið hevur við sær, at virðið á føroyskum fyritøkum minkar, og útlendingar fara at seta spurnartekin við Føroyar sum íløguland. Tilætlað tilvild ella bara tilvild. Fullkomin ruðuleiki valdar viðvíkjandi handli við veiðiloyvum í løtuni, sigur Poul Michelsen, formaður í Framsókn. Ruðuleikin er so stórur, at formaðurin í Framsókn torir ikki í løtuni at taka støðu til eitt uppskot, sum flokkurin annars var við til at leggja fram í vár, og sum nú er komið aftur í løgtingið. Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur skotið upp, at útlendingar bert kunnu eina 30 prosent av aliloyvum í Føroyum. Í løtuni kunnu teir eiga 50 prosent. Broytingin hevur við sær, at eitt nú norska alifyritøkan Marine Harvest, sum eigur meiri enn tveir triðingar av loyvunum hjá Marine Harvest í Føroyum, ikki kann keypa fleiri aliloyvi. Hinvegin kann norska fyritøkan Salmar, sum í løtuni eigur 25 prosent av Bakkafrosti, økja sín part upp í 30 prosent, sum er markið. Johan Dahl, landsstýrismaður, sær ongan vanda í, at lógarbroytingin fer at hava við sær, at øll aling endar á fáum føroyskum hondum. Hoyr samrøðuna, sum Jógvan Hugo Gardar gjørdi við Johan Dahl í útvarpstíðindunum. Tey, sum skipa fyri Ovastevnuni í Nólsoy, finnast at Strandfaraskipum Landsins, ið meiri enn tvífaldar prísin á ferðaseðlum um Nólsoyarfjørð í sambandi við stevnuna. Fleiri túrar hava eykaútreiðslur við sær, og tí hækkar prísurin, sigur stjórin á Strandferðsluni. Yngsta barnið hjá Elini Iversen Lindenskov hevur fingið pláss á vøggustovu 1. august, men byrjar ikki fyrr enn 20. august. Kortini skal gjaldast ansingargjald fyri allan mánaðin. Tað er órímilgt, heldur Elin Iversen Lindenskov. Men trivnaðarstjórin í Tórshavnar kommunu, Jóan Petur Hentze, hevur ongar ætlanir um at broyta skipanina. Sunnudagin verður gongutúrur í Skopun, har Jens Marius Hentze, sum er ættaður úr Skopun,fer at greiða frá. Hugskotið til gongutúrar í Skopun kom fyr tveimum árum síðani, og undirtøkan var so góð, at nú verður tátturin tikin uppaftur. Skopun er niðursetubygd, og grundarsteinurin varð lagdur í 1833. Elis Poulsen hitti Jens Marius Hentze í morgunsendingini. Vatnkrríggj er fastur táttur á Sjómannadøgunum, sum verða í Klaksvík næstu vikuskifti. Men tørvur er á fleiri skipum, tí so nógv vilja sleppa í vatnkríggj. Kári Sólstein hitti ein av fyrireikarunum, John William Joensen, í morgunsendingini. Tað fær ongan týdning fyri fíggjarlógina í ár, um landið ikki fær tær ætlaðu 78 milliónirnar í avreiðingargjaldi frá móttøkuskipum. Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, nú útlendsku móttøkuskipini eftir øllum at døma verða munandi færri enn væntað. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum sigur, at inntøkur frá makrelinum vóru ikki roknaðar uppí, tá fíggjarlógin varð gjørd. Søgan um sjeyarmaða ljósastakan. Hví er tað so ymiskt, sum prestarnir siga, tá barnið skal doypast Hvussu verður prestur settur í starv Hvussu kann mann fáa sítt navn broytt Vit reisa okkum, meðan prestur lesur bíbliutekstin, lýsir vælsignilsi og tá trúarjáttanin verður søgd. Hvussu fyrireikar prestur eina prædiku Hvussu ger man, tá man vil at barnið skal doypast Hvør kann verða faddur Vit hoyra eisini um heimadóp og um vaksin, sum verða doypt í Fólkakirkjuni og offur tá barn verður doypt. Er munur á gentu og dreingjabarni, tá gingið verður inn í kirkjuna til dóp Í sambandi við, at 200 hval løgdu beinini í Vági í gjár, hevur kjak tikið seg upp, um tað er rætt av Portalinum at skriva um drápið og at vísa myndir til allan heimin at síggja. Grindadráp er tíðindi, sigur Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum, sum eisini varðar av Portalinum. 34.000 ferðir hevur verið klikt á greinina um grindadrápið í Vági í gjár. Harafturat hava vit verið til filmsinstalatión í Norðurlandahúsinum og so vitja Korsie og Finnur Koba sendingina, nú Korsie og 60ini er um at fara í luftina Føroyskar bókmentir fáa fyri fyrstu ferð sítt egna pláss í skránni á stóru bókamessuni í Gøteborg, sum í ár varpar ljós á norðurlendskar bókmentir. Makrelflotin kann fiska og landa góð 2.000 tons um samdøgurið, og vera liðugur við makrelkvotuna 22. september, ið er sami dagur, sum fiskiskapurin endaði í fjør. Áleið 100.000 tons eru eftir av makrelkvotuni. Seinastu tølini frá Fiskiveiðueftirlitinum vísa, at umleið 36.000 tons eru fiskað. Jógvan Jespersen, stjóri í felagnum Nótaskip, heldur, at einki er at óttast fyri, at at fiskiskapurin er byrjaður ov seint. Fáa útlendsku móttøkuskipini nógv minni makrel, enn landsstýrið roknaði við, missir landskassin tíggjutals milliónir krónur í avreiðingargjaldi. Men tað er eingin vanlukka, tí so verður tann makrelurin virðisøktur í Føroyum ella um borð á føroyskum skipum í staðin fyri. Og tað gevur føroyska samfelagnum nógvar inntøkur, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum. Hvussu nógv, tað fer at geva landskassanum, hevur landsstýrið tó ikki roknað út. Ítróttarhøllin í Hoyvík verður karmur Fólkafundin 2012, sum Jóhannes Miðskarð saman við øðrum skipar fyri. Fakfeløg, áhugafeløg og politiskir flokkar vera við, og áhugin er stórur. Evnini, sum verða viðgjørd, eru millum annað útbúgving og viðurskifti millum kommunur, land og ríki. 27.000 fólk vóru á Fólkafundinum á Bornholm í summar, sum verður nýttur sum fyrimynd. Kári Sólstein hitti Jóhannes Miðskarð í morgunsendingini. Bíligari bústaðir fara at gera tað liviligari hjá støkum uppihaldarum í Føroyum. Tað lovar Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum. Landsstýriskvinnan í almannamálum arbeiðir við at áseta eitt fátækramark. Væntandi verður tað ásett fyrst í nýggja árinum Ivan Skorheim, formaður í kampingfelagnum, ásannar, at tørvur er á reglum, sum kunnu verja húsvognar móti eldbruna. Vandi kann vera á ferð, har nógvir húsvognar standa. Formaðurin í kampingfelagnum heldur kortini, at fólk duga væl at ansa eftir, og á Summarfestivalinum vóru danskar reglur nýttar, sum siga, at tríggir metrar skulu vera millum hvønn húsvogn. Føroyskar mammur skammast av at biðja um hjálp til at fáa breyð á borðið,og tær aftra seg við at biðja um hjálp. Tað sigur Leif Erik Niclasen, sum dagliga hesa støðuna hjá mammum, sum biðja um mat. Hóast biddað verður í tí dulda, ivast hann ikki í, at stórur tørvur er á hjálp, og myndugleikarnir eru kunnaðir um støðuna, sigur Leif Erik Niclasen 16 kømur verða bygd afturat. Heðin Lamhauge, leiðari á Deplinum, heldur, at hetta er rætta løtan at byggja út, tí byggfeløgini eru svong. Eiler Jacobsen, sáli, og konan Beinta lótu Depilin í Skálavík byggja. Í fjør tók Sirii tey ímóti 50 tonsum, og í ár vænta tey at fáa eini 40 tons. Tey, sum lata ull, fáa ullvørur frá Sirri í býti. Árni Brattaberg sigur, at arbeitt verður við møguleikanum, at ALS skipanin skal taka yvir ullamóttøkuna. Kári Sólstein hitti Árna Brattaberg í morgunsendingini. Smyril, sum fór av Havnini til Suðuroyar um hálvgum níggju tíðina, vendi aftur við einum útlendskum ferðamanni, sum helst hevði forsovið seg umborð. Hann skuldi av landinum við flogfari fyrrapartin. Pressarin hjá Mest kom út til Smyril eftir manninum. Hoyr samrøðu við Erland Mørkøre, skipara á Smyrli, í útvarpstíðindunum. Øki, har húsvognar standa, kunnu vera brandfellur. Tað staðfestir ein brunaumsjónarmaður, ið áður hevur verið við til at ment reglurnar fyri tjaldingarøki. Enn er ongar reglur fyri, hvussu tjaldingarpláss kunnu verða tryggjað móti vanda fyri eldsbruna. Um vikuskiftið stóðu einir 200 húsvognar á einum øki í Klaksvík í sambandi við Summarfestivalin . Stórur áhugi er fyri húsvognum. Seinastu tveir mánaðirnar hevur Akstovan skrásett 25 nýggjur húsvognar. Jónheðin Tróndheim sigur at úrslitið av musikkskúlunum runt um í landinum sæst týðiliga aftur í nýggju tónleikabólkunum. Frá at vera sjálvlærd eru tónleikabólkarnir nú skúlað. Yngra ættarliðið er sera sterkt teoretiskt og eisini tilvitað um hvørjum tey leggja seg eftir. Hetta merkir eisini at tey eru stílrein í sínum fløguútgávum. Kanningin varð løgd til viks fyrr í ár, tí eingin peningur var at gera hana lidna. Nú ætlar løgmaður at fáa neyðuga peningin á eykajáttanarlóg í heyst. Ov fá móttøkuskip eru ein orsøkin til, at ikki helvtina so nógvur makrelur er landaður í ár sum sum somu tíð í fjør. Tað heldur Jan Arge Jacobsen, fiskifrøðingur á Havstovuni. Smærru skipini hava fingið út við 15.000 minni av makreli í ár enn somu tíð í fjør. Nýggjastu tølini hjá Fiskiveiðieftirlitinum vísa, at góð 32.000 tons av makrelinum eru fiskað higartil í ár, samanborið við góð 68.000 tons somu tíð í fjør Húsini í Nólsoy skulu í framtíðini hitast við varandi orku. Nólsoyar Orkufelag hevur sett upp fyrstu vindmylluna í bygdini. Felagið hevur keypt tvær myllur úr Danmark. Myllan, sum nú er sett upp, er um 20 ára gomul. Hoyr samrøðu við Bjarta Thomsen í Nólsoyar Orkufelag. Verða líka nógvir fiskidagar næsta ár sum í ár, kann gerast neyðugt at taka rívan til í 2013 og 2014 fyri at halda umsitingarætlanina um burðardyggan fiskiskap. Tað sigur stjórin á Havstovuni, Eilif Gaard. Sambært umsitingarætlanini, sum Havstovan og politikararnir gjørdu í fjør, skal fiskast sambært fiskifrøðini í 2015. Havstovan mælir til at taka fimta hvønn fiskidag frá teimum, sum fiska tosk og hýsu, næsta fiskiár. Men landsstýrið vil hava sama dagatal. Einligar mammur ganga biddaragongd á Herbergið í Havn, oftast á náttartíð. Martin Kúrberg, leiðari á Herbeginum, sigur, at tey royna at hjálpa við mati, sum Herbergið fær matvøruhandlum í býnum. Kvinnurnar, sum bidda mat, eru millum 25 og 45 ár. Kristina flutti til Noregs um ársskiftið 1988 89 og fekk skjótt lærarastarv. Hon gjørdist álitisfólk og seinni formaður í lærarafelagnum í Finnmørkini. Síðani fór hon upp í politikk, og síðani 2007 hevur hon verið borgarstjóri í Honningsvaag í Norðkapp kommunu. Hoyr samrøðuna, sum Elis Poulsen gjørdi við Kristinu Hansen í morgunsendingini Tað er framvegis ein gáta, hví 38 likkur vórðu funnar deyðar á Tvøroyri tann 25. juli. Elsebeth Petersen, djóralækni á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, hevur skorið likkurnar upp og kannað tær gjølla og væl. Men tað hevur ikki loyst gátuna. Tað er burturvið, at línuskip hava fingið kvotur fyri einki, sum tey hava selt víðari til onnur. Hetta er eitt slag av stuðuli, og átti at fingið avleiðingar. Tað sigur Páll á Reynatúgvu, framsøgumaður hjá Tjóðveldi í fiskivinnumálum. Í heyst legði Tjóðveldi uppskot fyri tingið, sum millum annað skuldi forða fyri, at makrelkvotur verða latnar skipum, sum ikki brúka tær. Men meiriluti var ikki fyri uppskotinum. John William Joensen sigur, at er ríkisfelagsskapurin orsøk til, at altjóða felagsskapir ikki vilja viðurkenna Føroyar sum tjóð, er tíðin komin at endurskoða skipanina. Politiið boðaði annars 18. juli frá, at nýggir upplýsingar vóru komnir fram í Pidda málinum. Tískil varð leitað eftir líkinum av Dánjal Peturi Hansen í Nes haga við tveimum servandum hundum. Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, sigur, at meira fæst burtur úr at hava eftirlønina hjá PKA, tí har eru útreiðslurnar minni enn í Føroyum. Longu meðan samgonguskjalið varð skrivað, fekk Miðflokkurin lovað, at uppskot um skrásett parlag og hjúnalag fyri samkynd ikki skuldi verða samtykt undir hesari samgonguni. Og tað gongur hann út frá heldur. Arbeiðið er seinkað og verður væntandi liðugt fyrst í septembur mánaði, sigur Kitty May Ellefsen, forkvinna í nevndnini fyri Vága Floghavn. Eldurin varð fráboðaður klokkan tveir minuttir yvir ellivu og sløktur longu hálvan tíma seinni. Men eftirsløkkingin var ikki liðug fyrr enn nú í morgun. Politiið veit einki enn um orsøkina til eldin, men kanningarnar byrja so skjótt sum til ber at sleppa inn í húsið. Sørin Djurhuus er brunaumsjónarmaður í Eysturkommunu. Jóan Pauli, fólkalívsfrøðingur sigur frá, hvønn status kirkja og prestur og deknur hava havt í føroyska samfelagnum. Hví standa flest allar kirkjur niðri við sjóvarmálan Marjun Bæk, prestur, sigur frá, hví kirkjurnar hava klokku. Hvørja funktión hevur kirkjan og hvat ger prestur Um kirkjubøkurnar. Hvussu verður mann limur ella strikar seg sum lim í Fólkakirkjuni Um sókn og at loysa sóknarband. Um mann ikki er limur, kann man so hóast tað fáa kirkjuliga jarðaferð Vit hoyra eisini søguna um prestakjólan, altarsklæðini, ritualini og prædikutekstirnar fyrru og aðru tekstarøð. Sendingin varð fyrru send 10.10.2002. Landsstýrissamgongan er samd um at broyta heilsutrygdargjaldið soleiðis, at tað í størri mun verður samhaldsfast. Og Karstin Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, fer í heyst at leggja uppskot fyri løgtingið um at broyta lógina um almenna heilsutrygd. Krabbameinsfelagið hevur í fleiri ár ávarað um, at tey sum taka sól eru í munandi størri vanda fyri at fáa húðkrabba enn onnur. Tí fer landsstýrismaðurin í heilsumálum at leggja fram uppskot um at banna solariumveitarum at lata ung undir 18 ár brúka sólirnar. Fyri trimum mánaðum síðani vigaði Símin góð 126 kilo, og í dag er hann lætnaður eini 25 kilo. Hann hevði roynt alt, fyri at fara aftur í vekt og sjálvt um hann lætnaði viðhvørt, so var trongdin at eta so stór, at eftir stuttari tíð kom alt uppá aftur. Hann sá sær ongan annan útveg, enn at leggja seg undir skurð fyri fiti. Í dag er hann lætnaður fleiri kilo, men trongdin eftir søtum er ikki horvin og hugurin at eta er enn sterkur. Tú skalt minnast til, at tú ert skurðviðgjørdur í búkinum og ikki í heilanum sigur Símin sa smílandi og vísir til orðini, sum beiggi hansara Elmar sa, sum er lækni, segði við hann, tá ið hann gramdi seg um svongd og trongd til at eta okkurt sum honum dámdi væl. Hoyr samrøðuna við Símin her Fríggjamorgunin er innleiðandi umfarið í 1500 metrar frí á skránni. Leivur Frederiksen hevur hitt venjaran hjá Páli, Jón Bjarnason, og spurt hann, hvussu Pál er fyri nú tað av álvara nærkast, og hvussu teir fyrireika seg komandi dagarnar. Tað ber ikki til bara at taka fiskiloyvið í so og so nógvar vikur eftir einari talvu, sum Fiskiveiðueftirlitið sjálvt hevur gjørt. Tað er greiða niðurstøðan hjá Óla Jákupi Kristoffersen, sakførara hjá P f Nærabergi, eftir úrskurðin hjá Føroya rætti í gjár. Fiskiveiðueftirlitið tók fiskiloyvið hjá Slættabergi í fýra vikur. Tað var ov nógv, sigur rætturin, sum setti revsingina niður í helvt Tað staðfestir Hallur av Rana, formaður í Ung fyri Miðflokkin, nú Kári P. Højgaard, landsstýismaður við innlendismálum, ætlar at broyta lógina um alment innlit, so hon ikki skal fevna um setanarvirðurskiftini hjá einstaklingum, sum starvast hjá tí almenna. Tað er í Skúvoy, at tey hava talt heiðafugl í summar. Bergur Olsen hevur samskipað teljingina og vísir hon, at heiðafuglurin er hampuligani væl fyri, meðan sjófuglurin hevur tað minni gott. Hoyr samrøðuna við Berg her Tað sigur Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways, nú Føroyar um stutta tíð verða partur av evropeiska loftferðslusamstarvinum. Broytingin verður ikki so stór, heldur hann. Tað sigur Kári P. Højgaard, landsstýrissmaður við innlendismálum, ið ikki væntar, at broytingin fyri at forða eitt nú fjølmiðlum í teirra arbeiði. Harafturat vitjar kvinna, sum hevur lisið í Australia í tvey ár, eins og umboð fyri MFS, nú Pisudagar vera komandi dagarnar. Harafturat greiðir Turið Sigurðardóttir, professari í bókmentum, frá samkyndleika í føroyskum bókmentum, umframt at sagt verður frá 800 metra stafettini í frísvimjing til OL, har Pál Joensen luttekur á danska liðnum. Ein broyting í lógini um alment innlit verður løgd fyri løgtingið í hesi tingsetuni. Broytingin fer at bera í sær, at tað ikki verður møguligt at søkja um alment innlit í setanarviðurskifti hjá einstaklingum, sum starvast hjá tí almenna. Hetta er eitt greitt afturstig fyri gjøgnumskygnið í okkara samfelag, heldur Árni Gregersen, blaðstjóri á Dimmlætting. Fiskimálaráðið hevur tikið eftirlitið av ræði. Og tað eigur løgmaður at gera okkurt við, sigur Henrik Old, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, í fyrsta skrivliga fyrispurninginum í hesari tingsetuni. Fyrispurningurin er til løgmann. Tað snýr seg um kappingina í liðsvimjing á 4X200 metrar frí. Men tað verður ikki lætt. Bara átta lond koma í finaluna, og danska tilmeldingartíðin á 7.15.38 røkkur bara til eitt 14. pláss. Tað var um reppið, at Danmark ikki vann sær pláss til liðsvimjingina, men Pál Joensen svam so væl í kvalifikatiónini í Danish Open í mars mánaða, at hann tryggjaði Danmark plássið. 200 meturin er tó ikki fremsta greinin hjá Pál. Venjarin Jón Bjarnason sigur, at Pál fer at gera sítt besta, men annars er 200 meturin bara enn ein fyrireiking til høvuðsgreinina, sum er 1500 metrar frí. Tað er upp á tíðina at allir borgarar í Føroyum fáa somu rættindi. Tað heldur Framsókn, sum í hesi tingsetuni vil hava rættin hjá samkyndum at ganga saman í skráett parlag aftur á dagsskrá. Fiskiveiðueftirlitið fer framvegis at ansa eftir, at makrelskipini ikki hava ov nógva sild, hóast revsingin ongan týdning hevur longur, tí skip, sum verða revsað og missa fiskiloyvið kunnu bara seljast og fiska makrel hjá øðrum. Vit hava fingið álagt at ansa eftir, at hjáveiðan ikki er ov stór, og tað gera vit, sigur Elmar Højgaard, stjóri í Fiskiveiðueftirlitinum Eisini hitta vit Elin Brimheim Heinesen og Kára Jacobsen, nú Nalja aftur fer á pall eftir 22 ára steðg. Eisini frætta vit frá okkara fólki í London, eins og vit hava samrøðu við Pál Joensen, svimjara. Og Ólavsøkan stundar til vit spyrja Solby Eliasen, programleiðara, og Barbaru Samuelsen, dokumentarleiðara, hvat kringvarpið borðreiðir við á tjóðarhátíðini. Eisini hitta vit Hans Mortensen, vinnulívsmann, ið eisini er sera tilvitaður um tað estetiska, eins og vit práta við Jón Bjarnason, venjara, og Pál Joensen, svimjara, nú stundar til Olympisku Summarleikirnar í London. Eisini hitta vit Árna Dam, nú skúlaskipið Danmark vitjar í Føroyum, vit práta við Thomas Skipper og Simon Marsbøl um bretska bilsøgu, nú 33 Morris Minor vitja í Føroyum, og vit spyrja Katrinu í Geil, hvør munurin er millum Festival og Ólavsøkumóta Skrímslini í Sjónleikarhúsinum og dukkusjónleikur eru evnini, tá Rakel Helsmdal vitjar útvarpsstovuna. Eisini verður tosað við Hilmar Joensen, nú føroyingar fara á Neata sjónleikafestival í Sønderborg. Umframt at vit tosa við røktingarmann, sum er á fjalli á Slættaratindi Føroyski klassikarin hesuferð er sangurin Føroyar hjá Frændum. Steintór Rasmussen hevur skrivað sangin, og hann greiður frá søguni um sangin. Eisini verður tosað við Jógvan Hugo Gardar, nú eitt ár er liðið síðani sorgarleikin á Utøya. Eisini fáa vit vitjan av tveimum føroyskum songkvinnum tveimum sera ymiskum kvinnum onnur telist millum limirnar í føroyskum kvinnupopbólki, og hin syngur country. Pál Joensen viðgongur, at tá tað fyri fáum døgum síðan gekk upp fyri honum, hvussu stórt hetta í veruleikanum er, kom fjáltur á hann. Eg kom fyrst og fremst til Føroyar at stuðla Faroe Pride. Eg havi hoyrt, at samkynd í Føroyum hava tað onki serligt, og tí vil eg fegin stuðla teimum, sigur borgarstjórin í Reykjavík, Jón Gnarr. Dagmar Joensen Næs hevur hitt borgarstjóran, undirhaldaran og skemtaran, Jón Gnarr. 38 ára gamli føroyingurin, sum mánadagin varð dømdur 42 mánaða fongsul fyri kynsliga at hava gjørt seg inn á eina 9 mánaða gamla gentu og fyri at liggja inni við og breiða út barnapornografiskt tilfar , kann rokna við fleiri ákærum ímóti sær. Hann hevur gjørt fleiri ferðir til Kambodja og Filipsoyggjar, og løgreglan heldur, at hann á hesum ferðum sínum hevur gjørt seg kynsliga inn á børn. Marjun Bæk, prestur sigur frá frá, hví vit siga kirkjuna verða eitt skip. Hvar fer mann, tá mann vil hava navnabroyting Hví kasta vit rís eftir brúðarparinum Hví eru nýggju biðisløg Hví leggja vit hondina á kistina Jens Kjeld Jensen, serfrøðingur á økinum, hevur nú staðfest, at vespan aftur bara er at finna í høvuðsstaðnum. Ongar vespur eru funnar uttan fyri Havnina í ár. Hinvegin trívast humlu býflugurnar í Kollafirði og Skálafjørðinum. Men Føroyar liggja á markinum fyri útbreiðsluni av hesum flogkyktum, og tí hevur bara ein lítil broyting í hitalagnum stóra ávirkan á stovnin. Vit kasta ljós á longstu sigursrøðina hjá nøkrum báti á ólavsøku, sum 5. mannafarið Firvaldur av Tvøroyri við dreingjamanning eigur fyri sigrarnar frá 1950 til 1958 í eitt koyr, vit forvitnast um sterku sumbingarnar, sum í fleiri ár mannaðu besta 10. mannafarið í landinum, vit fáa søguna um ein hin mest spennandi róðurin hjá mest vinnandi bátinum á ólavsøku Havnarbátinum vit hoyra um skjótasta róðurin á ólavsøku av øllum talan er um 20 ára gamalt met hjá Skálabátinum vit hoyra eisini um stóru kollveltingina, sum føroyska kappróðrinum var fyri árini frá 1957 og frameftir, tá ið nýggi loftmiðilin Útvarp Føroya fór undir at hava beinleiðis frásøgn frá kappróðri á ólavsøku. Hann kennir ikki til kanningar, ið beinleiðis vísa, at tilboð upp á rúsdrekka økja um nýtsluna. Men tað finnast nógvar kanningar, ið staðfesta sambandi millum prís og nýtslu. Lægri prísurin er, størri er nýtslan, sigur Pál Weihe, formaður í Fólkaheilsuráðnum. Hesi síðstu árini er Dansifelagið í Havn farið undir at taka upp hvørja ferð tey dansa føroyskan dans, og tær bestu upptøkurnar verða útgivnar á fløgu. Nú eru í alt 19 fløgur útgivnar. Hetta verður gjørt fyri eftirtíðina, tí um eini 20 30 ár ber til at samanbera føroyska dansin og vita um nakað er broytt. Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sum í morgin fer at lata løgtinginum uppskotið um fiskidagarnar næsta ár. Sambært lógini um vinnuligan fiskiskap skal landsstýrið ólavsøkudag leggja fram uppskot um fiskidagar næsta fiskiár, sum byrjar 1.september. Fiskidaganevndin, sum umboðar vinnuna, mælti til sama dagatal. Nógvir menn verða óneyðugt viðgjørdir fyri krabbamein í prostata. Viðgerðin ger ikki, at fleiri við sjúkuni yvirliva, og haraftrat hevur hon nógv hjáárin. Tað vísir ein nýggj amerikonsk kanning. Men viðurskiftini í USA kunnu ikki samanberast við Føroyar, sigur Jóhann Poulsen, urologur, sum kannar og viðger føroyingar, sum hava prostata krabba. Rúsdrekkasøla Landsins selir øl, vín og brennivín við avsláttri, hóast grein 6, stykki 2 í lógini fyri Rúsdrekkasøluna GREITT tilskilar, at tað IKKI er loyvt at geva avsláttur í prísinum á rúsdrekka. Endamálið er at sleppa undan at koyra ov nógva vøru burtur, sigur Allan Skaalum, stjóri fyri Rúsdrekkasølu Landsins. Tað sigur Jón Tyril, tónleikasamskipari og talsmaður fyri G festivalin. Einki av teimum trimum útlendsku høvuðsnøvnunum framførdu, tí mjørki legði flogferðsluna lamna. Fólk, sum eru ónøgd við, at einki av teimum trimum útlendsku høvuðsnøvnunum á ársins G festivali framførdu vegna veður, fáa ikki endurgoldið atgongumerkið. Tá nýggjur terminalur verður liðugur í Vágum, væntandi í mai mánaða 2014, verða umstøðurnar munandi betri enn tey eru nú hjá teimum, sum bíða eftir floglíkindum í Vágum. Tað lovar Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn, nú ein góðan mánaða áðrenn spakin verður settur í til nýggja terminalin. Á ráðhúsplássinum í Oslo var stór konsert við 50.000 áhoyrarum. Millum nógvu listafólkini, sum traðkaðu fram á konsertini, var amerikanski sangari Bruce Springsteen, sum kom á pallin við við gittarleikara sínum Steven Van Zandt har teir sungu ein gamlan friðarsang. Enn er tó ein millión eftir, sum bíðar eftir dómi í Landsrættinum. Útlutanin úr trotabúnum Faroe Fish II verður 8.august, um eingin kærir avgerðina. Á seinasta fundinum í Skiftirættinum vóru tó eingi mótmæli móti at staðfesta roknskapin hjá trotabúnum. Í Havnar kirku, Hoyvíkar kirkju, Argja kirkju og í Vesturkirkjuni skulu15 børn til dópin sunnudagin. Í Havnar kirkju er talið hægst, har níggju børn skulu doypast, og av tí at talið er so høgt, eru dóparnir býttir upp í tvey umfør, sigur Bjarni Bæk prestur. Hann skal doypa børnini í Havnar Kirkju. Hans Jacob Joensen, biskupur, og Heri Joensen, prestur, siga frá ymsum siðum, sum eru tengdir at deyða og jarðaferð. Eisini sigur ein kvinna frá, hvussu hon eftir lokna krabbameinsviðgerð, gjørdi av hvørt ár at halda sín føðingardag. Hon segði krabbanum og deyðanum farvæl og heilsar føðingardegnum og lívinum. Vinnumálaráðið er í ferð við at endurskoða allan rúsdrekkapolitikkin, eisini, hvussu Rúsdrekkasølan skal skipast, sigur Johan Dahl. Eisini hitta vit Firouz Gaini, mannfrøðing, sum vit eitt nú spyrja, um mammur skulu fara á G Og vit hitta Kapten R d úr Svøríki, Raske Penge og Ham Der Hasse úr Danmark, Bárð Næs, ið skipar fyri tiltøkunum í Grundini, Jón Tyril, samskipara av G Festivali, um festivalskránna fyri fríggjadagin. og vit ringja til Hall Helmsdal, sum er á veg upp um fjall saman við útlendskum G gestum. Og ein biti av teimum 20 milliónir krónur sum hava savnað støv í íløgufelagnum VEKS seinastu tvey árini høvdu komið væl við hjá spírandi íverksetaranum. Kanningarnar høvdu til endamáls at kanna ta pelagisku vistfrøðina undir Føroyum á sumri, er hita, salt, tøðsølt, gróður, djóraæti og fiskayngul. Við støði í hesum fæst ein fatan av liviumstøðum og útlitum hjá eitt nú fiski og sjófugli. Hoyr sanrøðuna við Eilif her Hann er besti føroyski telvari nakrantíð. Longu 16 ára gamal gjørdist hann altjóða meistari, nú strembar hann eftir at gerast fyrsti føroyski stórmeistarin í talvi. 21 ára gamli Helgi Dam Ziska er gestur í sendingini onnur, ið kenna hann, fara eisini at siga sína hugsan um hann. Tað er ongin samanhangur millum okkara lógarbrot og revsingina, heldur reiðarin á Slættabergi, sum hevur mist veiðiloyvið í fýra vikur, tí skipið hevði ov nógva sild sum hjáveiðu. Reiðarin hevur tí biðið um at fáa málið roynt í rættinum beinanvegin. Slættaberg, sum partrolar við Nærabergi, mátti í vikuni bróta túrin av, tí Næraberg fekk maskinskaða. Skipini høvdu tá bara gjørt nøkur fá hál, og einans 150 tons vóru í lastini, stívliga triðingurin var sild. Reglurnar um hjáveiðu í makrelfiskiskapinum siga, at skip, sum ikki hava sildakvotu, mugu ikki hava meira enn 10 prosent av sild sum hjáveiðu. Vandamikla rúsevnið, MDMA, er funnið í Føroyum. Evnið er lívshættisligt, sigur Mikkjal Thomassen, sum er leiðari á narkodeildini hjá løgregluni. Ein persónur er handtikin fyri at hava smuglað MDMA til Føroya. Eisini hitta vit Eyðun Eliasen, arkitekt, ið hevur teknað og staðið fyri nýggja Áartúni í miðbýnum í Havn. Nú ársins G Festivalur stendur fyri durum, tosa vit við Jón Tyril um skránnað fyri festivalin hósdagin, eins og vit fáa vitjan av Jón Hansen úr bólkinum Hamferð. Eisini verður nomið við nýggja búmerkið hjá SSP, ið merkir Skúli, Sosialir myndugleikar, og Politi. Vit tosa eisini við Jógvan Martin Olsen, venjara hjá Víkingi, sum skal spæla móti FC Gomel úr Hvítarusslandi, og Mikkjal Thomassen, venjara hjá B36, ið skal spæla móti Linfield FC, eins og vit hitta Jákup Mørk, nevndarlim í B36, eins og fótbóltsviðmerkjaran Jóannes Jakobsen. Eisini tosa vit við Berg Thomsen, leiðara á 62 N, og Steinvør Fonn, sølufólk hjá Fonn Flog, um hvar føroyingar ferðast í summar, eins og vit skifta orð við Leif Láadal um tónleik og náttarlív í 80 unum og 90 unum. Harðari revsing kann verða við til at ræða pedofilar fra at gera seg inn á børn. Tað sigur Rói Norðoy, ið er ein av stigtakarnum til nýggja felagið Verjið børnini . At ríkisfelagsskapurin togar metinginga tvey stig uppeftir hevur við sær, at Landsbankin kann selja lánsbrøv við hægri rentu. Men Moody acute s metir eisini um viljan hjá føroyingnum at svara hvørjum sítt. Sigurð Poulsen, stjóri í Landsbankanum, sigur, at sambandið við Danmark telur við, tá Moody acute s styrkismetir Føroyar. Tær 20 milliónir krónurnar hava staðið í Íløgufelagnum VEKS, men ongin umsókn er komin um at sleppa framat hesum milliónum. Nú er vandi fyri, at felagið verður tikið av, og tær 20 milliónir krónur fara aftur til stovnarnar. Niels Mortensen, nevndarformaður í VEKS, harmast um støðuna. Hann eftirlýsir eitt íverksetaraumhvørvi, sum eftir hansara tykki ikki finst í Føroyum. Uni Leitisstein Hansen hevur gjørt innslagið. Um hálvgumátta tíðina í gjáramorgunin fóru sjey mans í land við Trøllkonufingur. Endamálið var, at onkur teirra skuldi sleppa upp á sjálvan toppin á Trøllkonufingri. Og tað eydnaðist so í gjárkvøldið. Øssur Egholm tosaði við ein av klatrarunum, Heina Hátún, í Summarmorgni fyrrapartin í dag. Stjórin á Smyril Line ræðist uppskotið hjá Fólkaheilsuráðnum, at banna allari sølu av tollfríum rúsdrekka og tubbakki. Ferðavinnan í Føroyum er byrja at spíra, og tí metir stjórin á Smyril Line, at forboð ímóti tollfríari sølu av rúsdrekka og tubbakki, er at leggja fótonglar fyri ferðavinnuna. Hann heldur, at tað ístaðin skal arbeiðast við at gera umstøðurnar hjá ferðavinnuni betur. Tollfrí søla er ikki tað, sum Smyril Line livir av, men tað er ein partur av teirra koncepti. Tó staðfestir Rúni Vang Poulsen, at tann tollfría vøran er ein týdningarmikil partur av raskstrinum hjá Smyril Line. Enn verður ongin støða tikin til, hvat felagið fer at gera, um forboð verður sett ímóti tollfríari sølu av rúsdrekka og tubbakki. Nú Bastilliedagur, ið er franskur tjóðardagur, er 14. juli, tosa vit við Honnu Jensen, ið er franskur konsul í Føroyum Dominique Souvy, ið er fraklendingur, sum er búsitandi í Føroyum og Albert Isfeld, arkitekt, um Eiffeltornið, Georges Pompidiou Center, og La Grande Arche ella nýggja Triumfbogan, ið allir eru kendir bygningar í franska høvuðsstaðnum Paris. Føroyski klassikarin hesuferð er sangurin 60 ini hjá Martini Joensen. Martin vitjar í Stykkjagóðsi, her hann greiður frá søguni um sangin. Eisini tosa vit við Finn Johannesen, samskipara, nú størsta ferðamannaskipið, sum nakrantíð hevur verið í Føroyum, 317 metrar langa Celebrity Eclipse var á Klaksvík leygardagin. Eisini hitta vit Jóannes Petersen, Jóannes hjá Rosu, sum er arkitektur, og hevur designað ein nýggjan bakka til móttøkur, ein bakka, sum eitt nú Mercedes Benz hevur sýnt áhuga. Tað er í lagi at banna royking á skúlaøkinum, halda fleiri skúlastjórar. Men avleiðingin er fleiristaðni, at lærarar og næmingar roykja í grannalagnum, og so er lítið vunnið. Skulu trupulleikarnir við royking á skúlunum loysast, verður neyðugt at banna royking í arbeiðstíðini yvirhøvur, heldur skúlastjórin á Tvøroyri. Landsstýrismenninir í mentamálum og heilsumálum skulu nú taka støðu til, um roykibann skal setast á øllum økjum, har børn verða ansað ella ganga í skúla. Norðurøkið misti eitt ársverk 1. februar. Tað er spart burtur. Samstundis krevja passini meira arbeiði, tí nú skulu tey eisini hava fingramerki. Tí gjørdi Kári Thorsteinson, økisleiðari í Norðurøkinum, av at stongja fríggjadag. Borgarstjórarnir í Klaksvík og í Runavík eru í øðini. Tollfrí søla av tubbakki og rúsdrekka eigur at verða bannað. Tað heldur formaðurin í Fólkaheilsuráðnum, sum í fyrstu atløgu hevur mælt landsstýrismanninum í heilsumálum at steðga tubbakssøluni. Tubbakk er jú skaðiligt, og tað skal vera dýrt at roykja. Dagrøktarar skulu ikki sleppa at roykja heima hjá sær sjálvum, heldur ikki tá tær hava frí, og lærarar og námsfrøðingar skulu ikki standa uttanfyri skúlar og dagstovnar og roykja. Tað eru nøkur av tilmælunum, ið Fólkaheilsuráðið hevur givið landsstýrismonnunum í heilsu og mentamálum, fyri at tálma tubbaksnýtsluni. Aftur í ár fer MFS at skipa fyri VITAN. VITAN er røð av kjakfyrilestrum, har fokusøkið er vitan. Vitanarsamfelagið er framtíðin, og vil MFS vera við at fremja vitanarsamfelagið í Føroyum. Vit nýtast ikki at enduruppfinna djúpa borðiskin. Avbjóðingin er hinvegin at varpa ljós á ta vitanina, vit longu hava í Føroyum, samstundis sum vit menna og styrkja hesa vitanina. Ið er júst orsøkin MFS hevur valt at skipa henda tátt, annað árið á rað. Kári Sólstein tosar við Martin Mohr Olsen frá MFS. Politiið í Havn hevði úr at gera um vikuskiftið, millum annað vórðu boð send eftir sjúkrabili 15 ferðir, millum annað eftir fullum fólkum, sum vóru dottin. Harafturat vórðu fólk, sum lógu avdottin, tikin upp og koyrd til hús. Vildi eingin vita av teimum har, fingu tey gisting hjá politinum. Og sum vant, so ringdu fólk til politiið um leysar hundar. Hetta við leysum hundum er støðugur trupulleiki, hóast lógin sigur, at hundur skal vera í bandi. Er hann ikki í bandi, skal tann, sum er við hundinum, hava fult ræði á honum. Í Tórshavnar kommunu skal hundur vera í bandi sambært kunngerð frá 2003. Gestur í útvarpsstovuni er Marjun Bæk, prestur, sum sigur frá ymiskum í samband við trúlovilsi og hjúnarband. Eisini tosa vit við eini nýgift hjún Siri Ann og Petur Eli. Anne Lene Olofsen, adjunktur í religión, hugleiðir. Seinnapartin í gjár var nýggja turbinan á Eiðisverkinum tikin í brúk. Landsstýrismaðurin í Vinnumálum, Jóhan Dahl setti turbinuna í gongd, og tað var formaðurin í nevndini fyri SEV, Jákup Suni Lauritsen, sum bjóðaði vælkomin. Eisini tosa vit við Arnold Ludvig um nýggju fløgu Monkeyrat Sunshine , og vit práta við Høgna Djurhuus og Sigfríð Olsen, nú 50 ár eru liðin síðani fyrstu almennu framførslu The Rolling Stones. Bjørn Patursson hevði í fleiri ár festið í Koltri, og hann búði eisini í Koltri við familjuni. Nú ynskir hann, sum samskipari í Koltursgrunninum, at eisini onnur kunnu sleppa út í Koltur. Sornfellið kenna vit best frá stóru radarunum, sum hava hevjað seg móti loftinum ovast á fellinum. Men nú eru ætlanir at gera skíbreyt á Sornfelli. Einki kann sum tónleikur vekja upp gomul minni. Ein sangur, sum kjølfestur er í einari løtumynd á tínari lívsleið, men sum tú kanska hevur gloymt, kann bera í sær so sterkar associasjónir, hoyrir tú hann aftur, at ein gomul mynd klárnar fyri tínum huga og gerst so ljóslivandi, at bæði smakkur, angi, luktur, litir og ljóð frá farnum døgum vakna upp av nýggjum. Dreymurin er, at FarGen verður ein fyrimynd fyri allan heimin innan heilsuøkið. Tað er Bogi Eliasen, sum stendur fyri hesari verkætlanini. Kári Sólstein tosar við Boga Eliasen í Summarmorgni. Muslimsku brøðurnir er ein víttgangandi islamistiskur felagsskapur, sum millum annað hevur fingið skotið í skógvarnar, at teir framleiða yvirgangsfólk. Eftir at Hosni Mubarak fall í fjør, eru Muslimsku brøðurnir komnir tættari valdinum í Egyptalandi. Fyribils hava teir fingið forsetan. Men nú bera mong ótta fyri, hvat kann henda. Serliga bera fólk ótta fyri at fáa sett í gildi sonevndu harðrendu og islamistisku Sharia lógirnar. Kári Sólstein tosar við Heina í Skorini um Muslimsku brøðurnar, Sharia lógirnar og annað. Orsøkin til, at higartil eru bara at kalla nótaskipini farin eftir makreli, er stóra hjáveiðan av sild. Nótaskipini hava sildakvotu, so tey kunnu hava meira enn tíggju prosent av sild sum hjáveiðu. Fýra ísfiskatrolarar, tvey pør, mistu herfyri fiskiloyvið í 10 dagar, tí teir høvdu ov nógva sild. lavur Jakobsen sigur, at fólk venur seg við nýtt tónamál, og sum dømi um hetta nevnir hann verkið Sig mær hví er foldin føgur , sum fólk nú veruliga hava tikið til sín. Eisini heldur Ólavur, at eingi onnur fólk møta so væl til konsertir við nýggjum kórverki sum føroyingar. Í sendingini vitjar vegitarur minnilutan, umframt at fiskikappingin á Eiði varð vitjað og Karl Martin Samuelsen greiðir frá Torvatrøllinum Skipini senda eftirfarandi tøl í land, og harafturat hevur Fiskiveiðueftirlitið eygleiðarar um borð á hvørjum skipi. Tað sigur stjórin á Fiskiveiðueftirlitinum, Elmar Højgaard. Skulu vit hava franskan, italskan ella føroyskan mat á føroysku matstovuborðunum Kári Sólstein tosar við gourmet kokkin, Leif Sørensen um millum annað, hvussu tú mennir føroyskan mat best. Leif Sørensen er ein av okkara fremstu kokkum, og hann starvast í løtuni sum leiðari á matstovuni KOKS á Hotel Føroyum. Borgarakríggj, hungursneyð, neyðtøkur og líknandi hevur eyðkent partar av afrikanska landslutinum í Sudan, Darfur, síðan borgarakríggið byrjaði í 2003. Kári Sólstein hevur havnarmannin, Signheðin Knudsen, í telefonini úr Darfur. Reiðarin á Fagrabergi og Vesturvón hevur biðið um loyvi til at Fagraberg og Vesturvón fáa loyvi at royna eftir makreli í Irmingarhavinum. Við útvarpið í síðstu viku segði skiparin á Vesturvón seg ongantíð hava sæð so nógvan makrel í Irmingarhavinum, og tí hevði reiðarin Anfinn Olsen biðið Fiskimálaráðið um loyvi at lata Fagraberg og Vesturvón gera eina roynd eftir makreli har á leiðini. Haraftrat hevur løgtingsmaðurin, Hendrik Old, skundað undir bæði løgmann og landstýrismannin fyri at gera hesa royndina, ið eftir hansara tykki kann styrkja føroysku samráðingarstøðuna. Men landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum heldur lítið um hesar ætlanir. Summarið 1952 fóru fleiri føroyingar til Grønlands at kanna møguleikarnar fyri at seta seg niður sum bóndur í Suðurgrønlandi. Hetta var ein spennandi og trupul ferð. Teir vóru ikki serliga vælkomnir, tá teir komu yvir, men fleiri blivu verandui í Grønlandi. Tveir fingu gongd á bóndagarðar, meðan aðrir fóru í aðra og summir fóru heimaftur. Eftirspurningurin eftir útlensdskum hoyggi er stórur í hesum døgum. Ongin nevniverdur gróður hevur verið, og tað hevur økt um eftirspurningin. Fyritøkur, ið innflyta hoyggj, siga við útvarpið, at tey merkja heilt væl eftirspurningin eftir útlendskum hoyggi. Í fjør innfluttu tær umleið 1400 tons av hoyggi, og higartil í ár hava tær innflutt 1100 tons. Harafturat kemur innflutningurin hjá einstaklingum, ið keypa beinleiðis. Sambært Hagstovuni er innflutningurin av fóðuri til landbúnað næstan tvífaldaður frá 2009 til 2011. Í 2009 innfluttu vit fóður fyri 95 milliónir krónur í fjør fyri 175 milliónir. Tað var dagin í dag , 6. juli, fyri 55 árum síðani, at Poul McCartney og John Lennon hittust við ein kirkjubasar í Liverpool. Og tað gjørdist í veruleikanum spírin til The Beatles. Kári Sólstein hevur beatles kennaran, Suna Merkistein, í útvarpsstovuni. Danski Tjóðbankin hevur fyri fyrstu ferð yvirhøvur lækkað rentuna á innskotsprógvum niður um null. Tað merkir, at danskir bankar nú skulu rinda fyri at seta pengar í Tjóðbankan. Rentan á innskotsprógvum er lækkað úr 0,05 prosentum til minus 0,2 prosent. Samstundis varð útlánsrentan lækkað úr 0,45 niður í 0,2 prosent. Hetta hendir í eini roynd at verja krónuna, eftir at Evropeiski Miðbankin hevur lækkað útlánsrentuna. Umstøðurnar eru óvanligar í løtuni, men tað er ikki vist, at hetta fer at ávirka føroyska bankabrúkaran, sigur Sigurd Poulsen, landsbankastjóri. Størst av øllum sigst vera kærleikin. Uttan nakar varnast, kann kærleikin venda alt upp og niður og fólk gerast heilt í ørviti. Men tá ein tíð er fráliðin, javnar hetta seg. Tá sleppa tey úr psykosuni. Men hví kann henda kenslan ikki vara við og hvussu kanst tú lova einum øðrum menniska at elska og æra alt lívið, tá henda kenslan er so svikalig Verkætlanin hjá Arbeiðsloysisskipanin í Sandavági, har tey í løtuni seta niður ymiskt grønmeti, sum skal seljast, er brýtur við vanahugsan. Og ætlanin er at fáa fleiri slíkar verkætlanir, har tey arbeiðsleysu gera eitt arbeiði, sum annars ikki verður gjørt. Til dømis at fáa alla ullina til høldar, tá flett er í heyst, sigur Høgni í Stórustovu, samskipari í ALS. Fíggjareftirlitið kannar, um fólkini, sum stýrdu Eik, skulu meldast til bakmanspolitiið fyri at hava framt fíggjarligan kriminalitet. Fíggjareftirlitið fer eisini at lýsa sín egna lut í Eikmálinum. Kanningin verður liðug og almannakunngjørd í hesum árinum, sigur Søren Møller Christensen, kunningarstjóri í Fíggjareftirlitinum. Hvussu er tilgongdin, tá prestur verður settur í starv Verður hann spurdur, um hann trýr á Gud Hoyr samrøðuna, sum Kári Sólstein hevði við Jógvan Fríðriksson, biskup, í morgunsendingini. Gestur í fyrstu av fýra sendingum í nýggjari stuttrøð í juli, er Ernst Sondum Dalsgarð, sum í nøkur ár hevur verið operasangari í danska Tjóðleikahúsinum. Í 2002 varð hann heiðraður við virdu Reumert virðislønini. Ernst er eisini konservatoriuútbúgvin floytuspælari. Sum yngri var Ernst av bestu fótbóltsspælarum í Føroyum. ES og Noreg hava lagt nýggjan taktikk í makrelstríðnum. Tey ætla at fáa semju við Ísland og gloyma Føroyar fyri fyrst. Tað er niðurstøðan hjá føroyingunum, sum eru á fundinum hjá fiskimálaráðharrunum í Reykjavík. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, umboðar Føroyar á fundinum. Føroyingar, sum hava útlendskan arbeiðsgevara og útlendskan eftirlønarveitara, kunnu sleppa undan, at eftirlønin verður skattað við inngjaldi. Serliga skipanin verður gjørd, tí fleiri av teimum, ið bæði hava útlendskan arbeiðsgevara og eftirlønaruppsparing, ikki hava fingið tillagað síni eftirlønarviðurskifti til føroysku lógarásetingina um skatting av eftirløn við inngjaldi. TAKS hevur ongan myndugleika yvir útlendskum arbeiðsgevarum ella útlendskum pensjónsfeløgum og kann tí ikki áleggja teimum at fylgja ásetingunum í Rentutryggingarlógini. Eftir at lógarásetingin um skatting av eftirlønum við inngjald frá 1. juli 2012 eisini fer at fevna um útlendskar eftirlønarskipanir, kundu hesir persónar komið í vanda fyri at fáa eina eyka skattarokning. Landstýrið arbeiðir tí við eini serskipan, sum hesir kunnu velja. Um persónar velja serskipanina, hevur tað við sær, at fyri kapitalpensjón, sum er inngoldin eftir 1. juli 2012, verður kravt eitt avgjald á 45 prosent í sambandi við útgjald. Hetta avgjaldið er hægri enn tey 40 prosentini, sum annars verða kravd, um eftirløn verður skattað við inngjaldi. Eftir at ein ungur maður í gjár doyði av vandamiklum rúsevni á Roskilde festivalinum, hevur kjak tikið seg upp um rúsandi evnini, sum eru ólóglig. Hoyr kjak í útvarpsstovuni millum Carl August Arge og Martin Kúrberg, sum báðir eru rúsevnaráðgevar. Runavíkar kommuna er tann kommunan, sum skal brúka mestu tíðina til at fáa viðurskiftini í rættlag, tá ið ræður um spillvatn . Hon fer 15 ár út um freistina í kunngerðini. Umhvørvisstovan sigur, at tað kann ikki koma óvart á kommunurnar, at hetta skuldi gerast, tí tær fingu boðini fyri nógvum árum síðani. Kunngerðin loyvir ikki undantøkum, men kommunurnar kunnu fáa bót Eldrasambýlið í Svínoy hongur í einum klønum tráð, nú tað er greitt, at heimið ikki fær nakran almennan stuðul, hvørki til íløgur ella rakstur. Arbeitt verður í løtuni við at inniloka húsini, men hvat síðani skal henda, veit ongin. Vit mugu viðgera tað í staðbundu nevndini, og so fáa vit at síggja, sigur Gunvá við Keldu borgarstjóri í Klaksvík. 33 fólk vóru 1. januar skrásett at búgva í Svínoy. Seinnapartin í dag verður móttøka á Selatrað, í sambandi við at skótadepilin fær stórfingnu gávuna frá Bakkafrosti. Ætlanin er at at gera ein upplivingargarð. Magni Laksáfoss var gestur í morgunsendingini. Tað var himmalskt at spæla fólkatónleik í Skálavík, sigur Kristian Blak sum var við til at stovna bólkin Spælimenninir í Hoydølum og eisini Spælimenninir . Angelika Nielsen er fødd í áttatiárunum, og byrjaði at spæla tólkatónleik sum 13 ára gomul, tá hon saman við øðrum spældi til fólkadans í Dansifrøi. Angelika vildi ynskt, at tað var eitt fólkatónleikara umhvørvið í Føroyum har fólk kundu lurta og jamma og verið saman um fólkatónleikin. Mykines er væl umtókt ferðamál, bæði hjá føroyingum og útlendingum. Umleið 10.000 ferðafólk eru í Mykinesi um árið. Í løtuni verður grivið út fyri einum listasavni, sum skal hýsa málningum hjá kenda málaranum, S. J. Mikines, og har verður eisini møguleiki at gista. Kári Sólstein hevur verið í Mykinesi, og í morgunsendingini hitti hann m.o. Kathrinu Johannesen, lærara, og Esbern í Eyðansstovu, bónda. Oyggjaleikirnir skulu vera aftur í Føroyum í 2019 ella í 2021. Tað er málið hjá ÍSF. Næsta vár er ætlanin at fáa limirnar í oyggjaleikanevndini til Føroya at hava aðalfundin, so tey samstundis kunnu síggja viðurskiftini í landinum. Og tá tann fundurin hevur verið, fer umsóknin úr Føroyum um at hava oyggjaleikirnar í 2019. Um 14 dagar verður aðalfundur í oyggjaleikasamstarvinum, og tá fara londini at samtykkja lógarbroytingar, sigur Petur Elias Petersen, forseti í ÍSF. Kanningar skulu nú staðfesta, hvussu føroyskur fuglur er raktur av dálking í umhvørvinum Sjúrður Hammer, lívfrøðingur, er hetta summarið í Skúvoy og kannar skúgv. Hann hevur valt skúgvin, tí skúgvur livir av øðrum fugli, og á tann hátt hópa møgulig dálkingarevni seg upp í kroppinum. Íslendingar eiga at fáa sín part av tí náttúruríkidømi, sum finst í Íslandi, bæði á sjógvi og á landi. Tað sigur Ólafur Ragnar Grímsson, forseti, sum varð valdur aftur til eitt fýra ára skeið sum forseti. Áðrenn altingið fór í summarfrí, samtykti tingið at leggja tilfeingisgjald á vinnuna, sum skal gjalda milllum 600 og 700 milliónir krónur fyri rættindini, sum hon fær. Summarið 1952 fóru fleiri føroyingar til Grønlands at kanna møguleikarnar fyri at seta seg niður sum bóndur í Suðurgrønlandi. Hetta var ein spennandi og trupul ferð. Teir vóru ikki serliga vælkomnir, tá teir komu yvir, men fleiri blivu verandui í Grønlandi. Tveir fingu gongd á bóndagarðar, meðan aðrir fóru í aðra og summir fóru heimaftur. 11 av teimum 23 leiðarunum, sum í løtuni starvast í Nærverkinum, vera til avlops, nú Nærverkið og Almannastovan eru løgd saman í Almannaverkið, og søkt verður eftir nýggjum leiðarum. 450 pedagogar starvast í Nærverkinum, og hesin starvsfólkabólkur er tann, sum verður harðast raktur, nú stóru bygnaðarbroytingarnar eru byrjaðar. Úrslitið av næstu samráðingunum um makrelin verður avgerandi fyri, um ES setir í verk handilsforðingar móti Føroyum og Íslandi. Heimildin, sum er á veg, verður neyvan brúkt í ár. Tað heldur føroyski sendimaðurin Í Brússel, Gunnar Holm Jacobsen. Fleiri børn standa á bíðilista, og børnini, sum fara í skúla fyrstu ferð, eru systkin ella børn hjá starvsfólki. Hesi hava framíhjárætt sambært reglugerðini fyri Frískúlan í Havn, sigur Eyðbjørg Dalsgaard, lærari og varaskúlaleiðari. Nú er greitt, at Spania og Italia skulu spæla finaludystin í EM kappingini, sum hevur verið í Póllandi og Ukreina seinastu vikurnar. Kári Annand Berg gjørdi viðmerkingar til EM kappingina í morgunsendingini. Hann sigur, at tað alla tíðina var greitt, at Spania fór at sleppa í finaluna, men tað var óvæntað, at Italia skuldi koma so langt. Jákup í Gerðinum hevði nógvar góður løtur sum semingsmaður. Hann var í 1977 valdur til varasemingsmann og tók við sum semingsmaður í 1982. Men tá poltikarar høvdu lagt seg út í eina semingsroynd millum arbeiðsgevarar og arbeiðarafeløg í 1985, legði hann frá sær. Kreppan snúði seg um pensjónsviðurskiftini hjá arbeiðsfólki. Í sendingini sigur Jákup frá søgum um semingsroyndir og eisini um gamlar vestmenningar, sum hann minnist afturá, eitt nú Hvítanes Jóannes, Heina á Deild og Jakobimu í Innarstovu. Polterabend er gamal siður í norðurlondum, men ikki í Føroyum. Men í dag er hann ivaleyst ein siður, sum er komin fyri at verða. Nakrar dagar, áðrenn brúdleypið skal verða, fara vinkur eftir brúður og vinmenn eftir brúðgómi og fáa tey so at gera ymiskt quot skilaleyst quot og stuttligt. Slíkt, sum fer útum mørk. Tað er ongantíð ov seint at nema sær lærdóm. Tað er 57 ára gamli Símin í Túni á Toftum, sum í dag fær handað HF prógv á Kambsdali, eitt gott dømi um. HF prógvið hevur givið honum dirvi at útbúgva seg meiri. Løgtingsgrannskoðararnir bóðu Landsgrannskoðaran gera kanningina, eftir at hava vitjað Trygdarmiðstøðina í Klaksvík og framleiðsluhølini hjá Apoteksverkinum í Havn. Teir vildu hava at vita, um hesar verkætlanirnar eru eindømi, tá tað almenna byggir. Beinta Dam, landsgrannskoðari, sigur, at verklagslógir eru eingin trygd fyri, at játtanin heldur. Danmark hevur ikki svikið Føroyar, nú ES hevur tikið enn eitt stig nærri handilsforðingum móti Føroyum, sigur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, sum setti donsku stjórnini treytir, skal Javnaðarflokkurin stuðla henni. Danmark hevur formansskapin í ES, og noyðist tí at gera sum meirilutin vil, hóast Danmark ikki tekur undir við tí, sigur Sjúrður Skaale. Alt fleiri fáa sær iphone ella smartphone, men tað kann verða dýrt at nýta allar samskiftismøguleikarnar á hesi telefonini uttanlands. Føroya Tele veit fleiri dømi um, at viðskiftafólk eru vorðin ovfarin av rokningini. Jan Mortensen, privatkundastjóri á Føroya Tele, var gestur í morgunsendingini, og hann gav eisini ráð. Skúlaverkinum tørvar læringarætlanir til børn, sum hava serligan tørv. Tað sigur Sigrun Wardum, forkvinna í Javna. Foreldur venda sær ofta til Javna umstøðurnar hjá børnum í skúlunum. Føroya Pedagogfelag tekur málið í størsta álvara, og hevur heitt á Mentamálaráðið um geva pedagogum og hjálparfólki betri arbeiðsumstøður. Radio Fámará er tagnað. Tað stendur ikki Johan Dalsgaard og konuni Rakul í boði at festa nógv umtalaða Fámará í Vágs kommunu. Í evstu løtu kom eitt hægri boð enn tað hjá Johan og Rakul. Spurningurin, flest øll seta sær, er Hvat ger kendi undirhaldarin nú Jewel of the Seas var fyrsta fyrsta stóra ferðamannaskipið í Klaksvík í summar. Arbeiðið at fyrireika býin at taka ímóti so stórum ferðamannaskipum byrjaði fyri fýra árum síðani, og nú sæst úrslitið, sigur Meinhard Petersen, havnarmeistari í Klaksvík. Síðani lógin um fólkaskúlan varð broytt ti,l at skúlin er fyri øll, eru nógvir stuðlar komnir inn í skúlarnar at hjálpa teim børnumum, sum hava serligan tørv. Men hesi hjálparfólkini, sum mangan eru ófaklærd, kenna seg ofta slept upp á fjall. Pedagogfelagið hevur 100 limir, sum arbeiða sum stuðlar, og felagið hevur nú sett sær fyri at hjálpa teimum. Gulllaksavirkið Tavan í Leirvík fer nú eisini at taka ímóti makreli frá nótaskipunum. Virkið hevur gjørt nakrar royndir, og fríggjadagin fekk Tavan váttan frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni um, at virkið lýkur allar treytir fyri at taka ímóti makreli. Í fyrsta umfari ætlar Tavan serliga at taka ímóti makreli, tá trolararnir, ið fiska gulllaks, fara á makrelveiðu. Joen Magnus Rasmussen, stjóri á Tavuni, væntar, at virkið fer at taka ímóti 1.000 tonsum av makreli í ár. Tey, sum taka hægri handilsskúlaprógv á Føroya Handilsskúla, fáa nú eisini sín pisudag. Í ár fáa 89 HH studentar og 93 FHS arar prógv, og seinnaparin í morgin verður skipað fyri hátíðarhaldi í Grasagarði í Havn, har Guðrun Rógvadóttir fer at halda røðu. Helena Dam á Neystabø, stjóri á Føroya Handilsskúla, og Filip M. Hammer vóru gestir í morgunsendingini. Oongantíð eru so fá børn fødd í Føroyum sum nú samanborið við fólkatalið. Í fjør vórðu fødd 576 børn, og tað er í tølum tað lægsta síðani 1939. Men av tí at tað bert búðu 26.200 fólk í Føroyum tá, er burðartíttleikin í dag nógv lægri. Tað vil siga, at fyri hvørji 1000 fólk vórðu í fjør fødd 12 børn, men í 1939 vóru tað fødd 21 børn fyri hvørjar 1000 íbúgvar. Samstundis sum færri og færri børn verða fødd, doyggja fleiri. Og tað ger, at burðaravlopið støðugt lækkar. Hetta er sama avbjóðingin, sum onnur lond í vesturheiminum hava. Fleiri teirra eru longu komin í ta støðu, at onki burðaravlop er yvirhøvur. Men tey londini megna at halda eitt støðugt fólkatal, tí nógv flyta til landið. Hjá okkum er støðan øðrvísi. Tí samstundis sum burðaravlopið minkar, flyta fleiri og fleiri kvinnur í burðarførum aldri av landinum. Tað merkir, at tað verða færri og færri kvinnur at eiga børnini. Hoyr samrøðu við Hans Paula Strøm, sosiolog. Hvør minnist ikki stuttligu søgurnar um Læars og Annelenu Sunnudagin verður skipað fyri hátíðarhaldi heima á Sandi, í sambandi við at arvingarnir eftir Mourits Mohr hava latið Sand bygd alt tilfarið, sum hann legði úr hondum. Hoyr samrøðu við Brand Sandoy, borgarstjóra á Sandi, í morgunsendingini. Nótaskipini hava rakt við makrel í føroyskum sjógvi, og prísurin fyri makrelin er á góðari leið. Enn er tó væl av sild uppi í markrelinum, men fyrradagin høvdu Norðborg og Christian í Grótinum, ið partrola, eitt stórt hál, sum bara var makrelur. Árni Dalsgaard er stýrmaður umborð á Norðborg. Og hann staðfestir, at makrelurin er komin. Landsstýrismaðurn í fiskivinnumálum vil ikki siga, hvørja niðurstøðu samgongan er komin til, men hann sigur, at semja er um fiskidagarnar. Trý sera ymisk tilmæli liggja á borðinum hjá landsstýrismanninum. ICES altjóða havransóknarstovnurin mælir til, at 65 prosent verða skorin av fiskidøgunum. Havstovan mælir til 20 prosent niðurskurð, og fiskidaganevndin mælir til óbroytt fiskidagatal. Løgreglan og sløkkiliðið í Keypmannahavn hava avbyrgt eitt øki tætt við Oyrasundskollegiið, eftir at dampur av salpetursýru seyrar úr einum tanga á eini heilivágsfyritøku í grannalagnum. Orsøkina sigur løgreglan vera ov stórt trýst í einum tanga við 4.000 litrum av slatpetursýru. Men tamarhald er á støðuni, sigur løgreglan. Tað hevur verið neyðugt at lata nakað av dampinum úr tanganum fyri at lækka trýstið. Løgreglan hevur heitt á fólk í grannalagnum um at halda seg innandura, at lata vindeyguni aftur, og at sløkkja luftskiftissskipanina. Torkil V. Rasmussen býr á Oyrasundskollegiunum. Hoyr samrøðu við hann í útvarpstíðindunum. 22 ár eftir, at nýggj sálmabók varð gjørd, kemur eitt ískoyti við umleið 150 sálmum. Tað skal eftir ætlan takast í nýtslu seinni í ár. Ískoytið verður fyrsta stigið til eina nýggja sálmabók, sigur Uni Næs, dómpróstur, sum varðar av arbeiðnum. Hevur tú eina smartphone, ber til at síggja nýggjastu veðurvánirnar alla staðni, har tú ert staddur. Landsverk og Sendistovan hava ment forritið app tænastuna og ein ummælari letur væl at. Renturnar av skuldini hjá landskassanum vóru nógv størri í fjør enn mett varð í fíggjarlógini. Sambært fíggjarlógini fóru renturnar at kosta 92,4 milliónir krónur. Men tá avtornaði kostaðu renturnar 61,4 milliónir meira í fjør. Annars vóru samanumtikið at kalla ongar meirnýtslur í fíggjarárinum 2011, sigur Landsgrannskoðanin. Eitt annað stórt frávik er tó tær 32,5 milliónirnar fyri helvtina av Lív, sum landsstýrið ikki fekk selt í fjør. Fyri Tórshavnar kommunu hevur lága burðartalið ítøkiliga havt við sær, at síðani fyrst í 2000 er talið av dagrøktarmammum farið úr 60 niður í 10, og í fjør og í ár eru fleiri enn 70 ansingarpláss niðurløgd. Í landsins næst størstu kommunu, Klaksvíkar kommunu, er burðartalið eisini lækkað so nógv, at kommunan er farin at arbeiða við broytingum á økinum. Tað verður ikki lættari at útflyta vørur til Russlands. Tað er niðurstøðan hjá Bárði Enni, stjóra á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, eftir ein fund í Moskva í dag um føroyska útflutningin til Russlands. Endamálið við fundinum var samskiftið millum partarnar, hvussu fleiri virki kunna sleppa aftur á listan yvir virki sum kunnu útflyta til Russlands, og hvussu fleiri fyritøkur kunnu sleppa á listan. 5. juli verður fyri triðju ferð skipað fyri regattasigling við træseglskipum. Byrjað verður í Klaksvík, og sigt verður til Vágs. Hoyr samrøðu við Jens Marius Poulsen, nevndarlim í felagnum Føroysk Træseglskip, í morgunsendingini. Tað sigur Asbjørn Djurhuus, formaður í Føroya Kommunufelag, nú Vága kommuna eisini hevur gjørt av at fara úr Føroya Kommunufelag. Asbjørn Djurhuus sigur, at 80 prosent av arbeiðinum, sum verður gjørt í feløgunum, er tað sama, og tí átti bert eitt kommunufelag at verið. Feløgini hava samráðst í fleiri ár, men spurningurin um, hvussu stýrið í samanlagda felagnum skal mannast, hevur higartil forðað fyri samanleggingini. Stýrið í Kommunusamskipanini er sett saman av formonnunum í teimum sjey limakommununum, meðan stýrið í Føroya Kommunufelag er sett saman at 13 umboðum fyri limakommunurnar, sum eru 30 í tali. Mikudagin verður aftur fundur um at leggja feløgini saman, og tá ætlar Gunvá við keldu, forkvinna í Kommunusamskipanini, at leggja dent á, hvussu stýrið í samanlagda felagnum kann skipast. Hoyr Gunvá við Keldu í útvarpstíðindunum. Kanningin vísir, at í 1. flokki í 2004 2005 vóru góð 26 prosent av dreingjunum feitir ella hættisliga feitir. Tá somu næmingar vórðu kannaðir í 7. flokki var talið eitt sindur frægari nevniliga 21,4 prosent. Tilsvarandi tølini hjá gentunum í 2004 2005 vóru 24,8 prosent. Í 7. flokki var talið minkað niður í 22,9 prosent. At so nógv føroysk børn eru ov feit er ein stórur trupulleiki, sigur stjórin í Gigni, Bjarta Wilhelm. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Eitt tilboð, har avsláttur er tvær krónur, er villleiðandi. Tað viðgongur Petur Eirik Djurhuus, keypmaður, sum eigur PE handlarnar. Niels Mortensen, stjóri í SMS, sigur, at lítli avslátturin í lýsingarblaðnum var eitt mistak, og slíkt eigur ikki at koma fyri. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Formaðurin í Tjóðveldi var millum tey 14 tingfólkini, sum á heysti í 2010 heittu á løgtingsformannin um at seta kanningarstjóra. Kanningin fer ikki aftur við borðinum, men skal í tingið til viðgerðar, sigur Høgni Hoydal. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Fleiri túsund ferðafólk við útlendskum ferðamannaskipum koma til Klaksvíkar í summar. Higartil hava seks ferðamannaskip boðað frá, at tey fara at leggja at í Norðhavnini. Klaksvíkar kommuna hevur sett Finn Johannesen sum cruise samskipara í summar. Hoyr samrøðu við hann í morgunsendingini. Nógvar mentanir hava pubertetsskiftissiðir. Hildið verður at tá barnið er um 14 ára aldur er tað vaksið og kann taka við ábyrgd. Fyrr fóru dreingir til skips og ggentur fóru út at tæna, tá tey vóru fermd. Men soleiðis er ikki í dag. Gestir í útvarpsstovuni eru tannáringarnir Hans, Jógvan, Teitur, Anna Katrina og Rakul. Eisini fer lektari í religión Anne Lene Olofsen at siga frá. Yvirmenn hjá Varðanum í Gøtu og KJ Hydraulikk í Fuglafirði hava saman gjørt eina pumpu, sum ger, at makrelurin er meira verdur, tí hann kemur óskaddur og livandi umborð. So nógv meira verdur, at íløgan kemur aftur eftir hálvan túr, sigur Ólavur A. Olsen, stjóri í KJ Hydraulikki. Nótaskipini hjá Varðanum hava roynt pumpuna. Hon riggar sera væl. Og hjá KJ Hydraulikki merkja tey stóran áhuga fyri nýskapinini, Men patent hugsa tey ikki um. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Nýggja pumpan á Finni Fríða riggar so væl, at Varðin hevur fingið sær eina afturat. Hon fer um borð á Trónd í Gøtu. Pumpan ger, at meira fæst burtur úr makrelinum, nú vit noyðast at fiska hann um summarið, sigur Arni Hansen, skipari. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Summir matvøruhandlar eru farnir at lýsa við tilboðum, har sparingin er tvær krónur ella minni. Hetta er á markinum at vera brot á marknaðarføingarlógina, sigur Andrass Holm Arge, brúkaraumboð. Og tey, sum eru til handils, ivast ikki Hetta er villleiðing. Albert Ellefsen, borgarstjóri, mælir samstundis til, at bæði kommunufeløgini verða løgd saman, skrivar Vágaportalurin. Landið er ov lítið at hava tvey kommunufeløg, heldur hann. Hoyr samrøðu við Albert Ellefsen í útvarpstíðindunum. Gongst sum ætlað, verður farið undir arbeiðið at byggja nýtt Blákrossheim á Nesi í hesum árinum. Tað er eitt mál, sum nýggi aðalskrivarin í Bláa Krossi, væntar sær nógv av. Hoyr samrøðuna, sum Øssur Egholm Egholm gjørdi við Frants Jensen í morgunsendingini. Landsstýrisfólkini úr Føroyum og Grønlandi verða ikki vird sum ráðharrar á ST ráðstevnuni í Rio. Kári P. Højgaard og Annika Olsen vórðu sýtt atgongd til ein kunnandi fund fyri ráðharrar í dag. Heldur ikki grønlendsku landsstyrisfólkini, Palle Christiansen og Maliina Abelsen sluppu á fundin. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. SEV hevur søkt Vinnumálaráðið um loyvi at seta 13 vindmyllur upp í Húsahaga í Havn. SEV heldur, at ætlanin hevur skund, tí hon sparir nógva olju. Johan Dahl, landsstýrismaður, fegnast um umsóknina, og hann væntar sær fleiri umsóknir um orkuætlanir. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Nú Løgtingið hevur broytt elveitingarlógina, hevur orkufelagið SEV tikið fram aftur ætlanina frá november í fjør at seta upp 13 vindmyllur í Húsahaga oman fyri høvuðsstaðin. Prísurin er 140 milliónir krónur. Umsóknin varð latin Vinnumálaráðnum fríggjadagin. Og gongst sum ætlað, kunnu vindmyllurnar takast í nýtslu longu næsta summar. Í umsóknini sigur SEV, at verður ætlanin veruleiki, fer hon saman við vondorkuætlanini í Neshaga og útbygda Eiðisverkinum at geva SEV 67 prosent av streyminum úr varandi orkukeldum. Vinnumálaráðið hevur nú latið Jarðfeingið umsóknina til ummælis. Tórður Mikkelsen hevur verið í Húsahaga við SEV stjóranum, Hákuni Djurhuus. Arni Hansen, skipari á Finni Fríða, heldur, at útlitini eru góð. Prísurin er betri og hjáveiðan er minni. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Danskir yvirlæknar ávara ímóti at taka giktaheilivágin Diclofenac, tí hann kann elva til hjartatrupulleikar og krevja mannalív. 1170 føroyingar hava higartil í ár fingið henda heilivágin, men Pero Sore, giktalækni, sigur, at Diclofenac er ikki mest nýtti giktaheilivágur í Føroyum, og tí verður mannagongdin í sambandi við viðgerð ikki broytt. Hoyr samrøðu við giktalæknan í útvarpstíðindunum. Í dag koma tvær bøkur út um harðskap og kynsligan ágang móti børnum. Margrethe sland úr Noregi hevur skrivað bøkurnar, sum Rigmor N. Arge hevur týtt, og Sprotin gevur út. Hoyr samrøðuna, sum Øssur Egholm gjørdi við Margrethe sland, Rigmor N. Arge og Randi Kúrberg á Sprotanum í morgunsendingini. Í morgin verða sjúklingarnir, sum búgva á Hotel Tórshavn í Keypmannahavn, fluttir úr T aring singegade yvir í nýggja hotellbygningin í Venøgade. Bæði starvsfólk og búfólk eru spent at fáa betri umstøður. Hoyr samrøðu við Onnu Mariu Durhuus, leiðara á Hotel Tórshavn, í útvarpstíðindunum. Tað gerst støðugt truplari at fáa starv sum nýútbúgvin lærari. Næsta skúlaár eru bara 13 størv í føroyska fólkaskúlanum til teir 30 lærararnar, sum fríggjadagin fingu prógv á Læraraskúlanum. Tilsamans eru 686 ársverk í fólkaskúlanum. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Nýggi kringvarpsstjórin, Dia Midjord, heldur, at Kringvarpið eigur at kunnu klára seg fyri tær umleið 60 milliónir krónur, sum stovnurin hevur at húsast við í løtuni. Hann hevur ongar ætlanir um at fáa myndugleikarnar at útvega meiri pening. Hoyr samrøðu við Dia Midjord í útvarpstíðindunum. Íslendska stjórnin er í ferð við at gera av við íslendsku fiskvinnuna. Vónandi kemur ein nýggj stjórn eftir valið næsta vár, sum skilur støðuna hjá vinnuni. Tað sigur stjórin í íslendska reiðarafelagnum, Friðrík Jón Arngrímsson, um nýggju tilfeingisgjøldini Steingrímur J. Sigfússon, fiskimálaráðharri, sigur, sambært íslendskum miðlum, at fólkið í landinum, sum eigur tilfeingið, eigur at fáa sín rættvísa part av tí, sum tað gevur av sær.Tí er nýggja lógin, sum verður samtykt við triðju viðgerð í dag, ein søgulig hending. Tingfólkini, sum eru í móti lógini, kalla hana fyri skatt á útjaðaran. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Løgmaður fer hesaferð at ráðføra seg við uttanlandsnevndina, áðrenn hann tekur avgerð um sendistovur í Kina og Russlandi. Tað ber til at byrja við eini bíligari loysn innan fyri ríkisfelagsskapin, sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. 4 0 sigurin hjá Spania á Írlandi varskógvaði, at sponsku meistararnir eru komnir á rætta lagið aftur. Italia og Kroatia togast sínamillum um at sleppa víðari sum 2 ari. Í dag er stórur spenningur fyri dystirnar í bólki D millum Ukraine og Frakland og Svøríki og Ongland. Føroyar skulu hava sendistovu í Kina og Russlandi. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, hevur biðið umsitingina kanna møguleikarnar at seta á stovn sendistovu í Beijing og Moskva. Kina og Russland eru ein vaksandi marknaður hjá Føroyum, og tí eiga vit at vera á staðnum, heldur løgmaður. Hann hitti um dagarnar umboð fyri kinesiskar myndugleikar og vinnulív, sum vóru á vitjan í Danmark. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Góðu úrslitini at vinna hita burtur úr sjónum verða tikin fram á veðurlagsráðstevnuni Rio pluss 20 í Rio de Janeiro í dag. Jákup Egholm Hansen, tekniskur stjóri hjá Tórshavnar Kommunu, skal leggja fram vegna norðurlendsku høvuðsstaðirnar. Hann fer eisini at kunna um royndirnar við ókeypis busskoyring í Tórshavnar kommunu. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Kinverjar halda ongartrupulleikar vera at keypa matvørur úr Føroyum, tí eftirlitið við matvørunum er nóg gott. Tað sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum. Hann var í morgun á fundi við umboð frá tí stovninum í Kina, sum góðkennir allan inn og útflutning av matvørum í Kina. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Bæði nýggjar og gamlar sendingar seta dám á summarskránna í útvarpinum, sum byrjari dag. Millum nýggju sendingarnar er Stykkjagóðs, sum verður millum klokkan 11 og 14 mánadag til fríggjadag Solby Eliassen, programmleiðari í Kringvarpinum, og Gunnar Nolsøe, útvarpsvertur, vóru gestir í morgunsendingini hjá Øssuri Egholm. Boripallurin Crosl Pioneer setti í gjáramorgunin borin í føroysku undirgrundina. Tá byrjaði hann at bora í leitibrunninum Brugdan 2, einar 100 km í ein landsynning úr Føroyum. Statoil er fyristøðufelag í royndarboringini, saman saman við ExxonMobile. Triðja felagið í samtakinum, Atlantic Petroleum, eigur eitt prosent av loyvinum. Áhugin innan oljuvinnuna fyri hesari boringini er stórur, sigur Rúni M. hansen, leitingarstjóri hjá Statoil. Í august 1964 tók Jákup í Gerðinum við sum lærari í Hoydølum. Har kom hann at starvast saman við sínum gomlu lærarum eftir nýggjari skipan og í einum nýggjum skúla, sum nóg illa var liðugur. Skjótt fekk Jákup uppgávur aftrat sum umsitingarleiðari og lestrarvegleiðari, men eftir 24 ár í starvi fór hann í annað starv sum skrivari hjá Føroya Handverksmeistarafelag. Hann sat í fleiri almennum nevndum. Miðskeiðis í sjeytiárunum valdi landsstýrið hann í nevndina fyri Ráfiskagrunnin. Í dag hoyra vit 10.part av søguni Harry Potter og vitramannasteinurin . Gunnar Hoydal týddi og J. K. Rowling skrivað. Bókadeild Føroyar Lærarafelag gav út í 2000. Ljóðbókanevndin tók upp. Reyði Krossur í Føroyum fer nú at savna pengar inn til flóttafólk í Sýrialandi. Bardagarnir millum stjórnarherin og andstøðuherin í landinum hava fingið fleiri túsund fólk at flýggja heimanífrá. Altjóða Reyði krossur er á staðnum og samstarvar við sýriska Reyða Hálvmána. Hoyr samrøðu við Siri H. Tórgarð, dagligan leiðara í Reyða Krossi Føroya, í útvarpstíðindunum. Nýggi doktarin hevur lagt høvuðsdentin á at lýsa lívfrøðina hjá upsa, eitt nú føði, vøkstur og ferðing. Hoyr Eydnu í Homrum í útvarpstíðindunum. Fakfeløgini, sum ætla at keypa Lív, eru nú so bjartskygd, at tey kenna seg 99,9 prosent vís í at fáa helvtina av Lív. Tað sigur Pætur Niclasen, formaður í S amp K og talsmaður hjá teimum 23 fakfeløgunum, sum ætla at keypa helvtina av Lív. Men sambært Ognarfelagnum LÍV er støðan ikki so greið. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Politiska kraddarakartellið í Klaksvík skavar allar almennar íløgur inn undir seg, samstundis sum restin av landinum bløðir út. Tað stendur í eini bersøgnari grein, sum Páll á Reynatúgvu, tingmaður hevur skrivað. Greinin er skrivað í sinnismuni, tí einki hald er í tí sum stendur í greinini, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Tað gingur væl hjá TB í landskappingini, og nú verða stig tikin at stovna eitt fjepparafelag. TB er elsta fótbóltsfelag í landinum. Hoyr samrøðu við Niels Petersen í morgunsendingini. Býlingshúsið Sólareygað, býlingshúsið Undir Brúnni og Barnagarðurin á Ternuryggi skipaðu fyri summarveitslu, har nógv var á skránni. Jonna Fritsdóttir Mortensen í barnaútvarpinum var til seinastu fyrireikingarnar av summarveitsluni. Hoyr innslag í morgunsendingini. Sagt verður frá siðum, sum eru tengdir at dópinum. Farið verður aftur í gamla tíð, tá børnini vanliga vóru doypt fáar dagar gomul og ofta vóru flutt langa leið um fjøll ella við báti til kirkju. Eisini verður sagt frá, hvussu siðirnir vóru úr Suðuroy til Norðoyggjar. Eisini verður sagt frá, hvat ein kirkjugangskona er. Hetta var kvinna, sum varð leidd í kirkjuna, aftaná hon hevði átt. Týskland hevur at kalla vunnið sær sæti í fjórðingsfinaluumfarinum eftir 2 1 sigurin á Hollandi í gjár, men heilt tryggjaðir eru teir kortini ikki. Støðan eftir dystirnar í øðrum umfari í bólki B er soleiðis vorðin, at øll fýra liðini hava framvegis møguleika at spæla seg víðari, hóast onkur hevur vunnið báðar dystirnar higartil, og onkur hevur tapt báðar. Týskland hevur 6 stig, Portugal og Danmark hava 3 stig, og Holland hevur einki stig. Í seinasta umfari í hesum bólki sunnukvøldið spæla Týskland og Danmark og Portugal og Holland. Endin kann vera tann, at trý lið standa á jøvnum á 2. plássi við 3 stigum hvørt, og tá verður tað stóra roknistykkið sett upp at fáa greiði á, hvat lið sleppur víðari sum 2 ari í bólkinum. Klassikarin millum Týskland og Holland endaði 2 1 til týskarar. Dysturin gjørdist ikki tað heilt stóra súsið. Týskarum líkt vóru teir væl skipaðir á vøllinum og dugdu at gagnnýta sínar málmøguleikar. Mario Gomez vísti seg aftur sum tann tryggi málskjúttin, og var eirindaleysur, tá ið liðfelagin í Bayern Múnchen, Bastian Schweinsteiger, tvær ferðir í fyrra hálvleiki fóðraði hann við frísendingum inn í brotsteigin. Robin Van Persie birti eina vón hjá Hollandi við góðum skoti til 2 1 í seinna hálvleiki, men sigurin tóktist ikki at vera í vága hjá Týsklandi. Nú standa vit á gáttini til fjórðingsfinalurnar, nú er eftir at útinna setningin móti Danmark sunnukvøldið, segði týski venjarin, Joachim Low, eftir dystin. Dysturin í kvøld var tógvin at koma ígjøgnum. Fyritreytirnar at spæla ein branddyst vóru ikki tær bestu, tí tað var so heitt. Leikferðin mátti tí stillast í stigum. Vit vardu væl og høvdu tamarhald á hollendsku álopunum. Afturímóti dugdu vit til fulnar at gagnnýta teir veikleikar, sum eru í hollendsku verjuni. Týski miðvallarspælarin Bastian Schweinsteiger var sum vera man fegin eftir dystin. Tað var øgiliga heitt at spæla, men okkum eydnaðist kortini at halda avtalurnar. Nú fara vit í góðum treysti undir dystin móti Danmark, sum vit ætla at vinna, sigur hann. Hollendingar vóru nipnir og vónsviknir eftir dystin. Vit standa ikki nóg væl á vøllinum, keturnar eru ikki fínstillaðar, og tað ber ikki til móti so væl skipaðum liði sum Týsklandi, segði Arjen Robben. Eg eri málleysur hevði ikki ímyndað mær, at vit fóru at koma soleiðis fyri at tapa báðar fyrstu dystirnar, segði Wesley Snejder. Vit hava snøgt sagt ikki spælt nóg væl. Vit hava framvegis ein lítlan møguleika, vit mugu ikki missa vónina, hóast útlitini eru lítið hugalig, viðgekk hann. Vónin birtist aftur í Portugal eftir 3 2 sigur á Danmark í gjár. Dysturin var undirhaldandi og umleypandi. Portugal gjørdi bart við tveimum málum í fyrra hálvleiki, men stutt fyri hálvleik tendraði Nicklas Bendtner eina vón hjá dønum við máli til 2 1. Og tá ið sami Nicklas Bendtner seint í seinna hálvleiki javnaði til 2 2, líktist tað einum harðvunnum javnleiki og týðandi stigi til Danmark. Men undirhaldið var ikki av enn. Fýra minuttir fyri leiklok skeyt Porto spælarin Silvestre Varela Portugal til sigurs við góðum fluktskoti, ið samstundis avdúkaði heldur jánkasligt danskt verjuspæl. Portugisiski venjarin, Pauolo Bento, heldur, at sigurin var uppiborin. Dysturin fekk tann rætta vinnaran, segði hann á tíðindafundinum aftaná. Ronaldo helt, at dysturin gjørdist óneyðuga spennandi. Tá ið vit vóru komnir fram um 2 0, helt eg, at vit høvdu tamarhald á støðuni, men í staðin eru vit gáloysnir, og so er dysturin aftur opin. Til endans høvdu vit tað hepnið, sum vit ikki høvdu móti Týsklandi. Eg átti sjálvur at avgjørt dystin, men eg lorkaði í ólukkumát. Tíbetur eydnaðist okkum at vinna kortini, og tað hevur alt at siga. Danir vóru sum vera man harmir, at teir mistu á stokkinum í evstu løtu. Nú verður dysturin móti Týsklandi sunnukvøldið avgerandi hjá dønum. Danski venjarin Morten Olsen segði so á tíðindafundi eftir dystin MORTEN OLSEN Í dag eru tað liðini í bólki C, sum eiga tørn. Klokkan fimm spæla Italia og Kroatia og í kvøld eru tað Spania og Írland. Eftir 1 1 móti Spania, er italski venjarin, Cesare Prandelli, fúsur at leggja meira fyri móti Kroatia. Vit ætla at vinna, eingin ivi um tað, men vit undirmeta als ikki Kroatia, sum vann 3 1 á Írlandi í fyrsta umfari. Spanski venjarin, Vicente del Bosque, ávarar ímóti at undirmeta Írland. Eg havi fyrireikað meg væl og havi gjørt heimaarbeiðið til lítar. Eg havi staðfest, at írar kunnu hótta okkum, eru vit ikki nóg nærlagdir, sigur del Bosque. Írski venjarin, italiumaðurin Giovanni Trappatoni, viðgongur, at Spania er stórfavorittur, men at munurin er ikki størri enn so, enn at írar á rætta degnum kunnu taka øll lið á bóli eisini sponsku evropameistararnar. Í ár eru liðin 20 ár, síðani ST ráðstevna um umhvørvi og burðardygga mening var í Rio de Janeiro í Brasilia. Bogi Hansen, granskari, heldur, at lítið er komið burturúr, eisini hjá okkum. Í Føroyum skulu gerast milliarda íløgur í aðrar orkukeldur, sum loysa seg í longdini. Men politikararnir hugsa bert um eitt valskeið í senn. Bogi Hansen var gestur hjá Øssuri Egholm í morgunsendingini í útvarpinum í morgun. Seinnapartin í dag verður umhvørvið til viðgerðar á stórari ráðstevnu í Norðurlandahúsinum. Rio pluss 20 ráðstevnan verður hildin í sambandi við, at 20 ár eru liðin síðani stóru ST ráðstevnuna í Rio de Janeiro. Seinastu 20 árini eru nógvar verðurlagsráðstevnur hildnar, men hetta hevur einki hjálpt upp á veðurlagið. Tað staðfestir fremsti føroyski granskarin á økinum, Bogi Hansen. Hoyr hann í útvarpstíðindunum. Hanus T Bærentsen hevur skrivað søgusavnið Tá ið eg var lítil . Vit hoyra Elin og dukkurnar og Hygg sólin, mamma . Sigga Vang lesur. Eisini fara vit at gera ymiskar smærri rættir, ið allir eru á tremur við proteinum. Grønmetis juice er eisini á skránni, og nógvar áhugaverdar uppskriftir verða nevndar og royndar. Vit siga eisini vit farvæl við okkara luttakarar í Fit tu lívstílsbroytingini. Hvussu nógv munnu tey vera lætnaði seinastu 8 vikurnar Seyðhald verður í framtíðini stýrt á alnetinum, so tú kanst síggja, hvar seyðurin er, hvar hann hevur gingið, og annars fært tú alt, tær tørvar at vita, um søguna og upphavið hjá einstaka seyðinum. Hetta er longu veruleiki í Finnlandi. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Eivind Jacobsen sigur, at higartil hava íløgurnar hjá Lív verið alt annað enn væl eydnaðar, og roknskapurin í fjør vísir, at tryggingartakarar høvdu mist pening, um teir høvdu lagt um til marknaðarrentu. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Einar 1200 myndir av børnum eru millum prógvini í rættarsalinum í Amsterdam í stóra málinum um barnaporno, har ein føroyingur eisini er ákærdur. Á ákærubonkinum í dag situr sambúgvin hjá 38 ára gamla føroyinginum, sum er ákærdur fyri barnaporno. Føroyingurin, sum er ákærdur fyri neyðtøku av einum pinkubarni og at liggja inni við og útbreiða barnaporno í Niðurlondumi, hevur játtað seg sekan í neyðtøkuni. Hann var í rættinum í gjár og skal aftur avhoyrast í morgin. Hoyr Sigrúna Brend úr Amsterdam. Okkurt bendir á, at makrelurin í ár hevur eitt øðrvísi ferðingarmynstur, enn hann hevur havt seinastu árini. Tað váttar fremsti føroyski granskarin av makrelstovninum, Jan Arge Jacobsen. Hann vísir á, at ongin makrelur var at síggja, tá Magnus Heinason gjørdi royndir í mai mánaði. Um somu tíð í fjør og fyrrárið stóð nógvur makrelur í føroyskum sjógvi. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Jóannes Jacobsen sigur, at fólkaflytingin er ræðandi. Men burðartíttleikan kann ikki gerast so nógv við, tí hann minkar eisini øðrum framkomnum londum. Føroyar eiga at hava eitt sterkt miðstaðarøki, sum kann kappast við miðstaðarøki aðrastaðni, sigur hann. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Gamla, siðbundna seyðahaldið, soleiðis sum føroyingar hava rikið tað í øldir, vekir ans millum útlendingar, sum eru staddir við Gjógv í hesum døgum. Talan er um ráðstevnuna Internorden, har norðurlendskir granskarar, ráðgevar, djóralæknar og serfrøðingar í landbúnaði og seyðahaldi eru við. Føroyska mynstrið hevur áhuga, sigur Rólvur Djurhuus á Royndarstøðini. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Føroysku fólkatingsmenninir vóru ikki samdir um spurningin. Sjúrður Skaale talaði sak landsstýrisins, meðan Edmund Joensen gav donsku stjórnini sín stuðul. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Fólkið er dýrabærasta tilfeingið, og fólkavøkstur er ein fortreyt, skal eitt land klára seg væl búskaparliga, siga arbeiðsgevararnir í ársfrágreiðingini. Maðurin er ákærdur fyri at hava misnýtt børn, meðan hann hevur búð í Niðurlondum. Dómur fellur í málinum um hálvan juli. Sigrún Brend og Bárður Veihe fylgja rættarmálinum, sum byrjaði í Amsterdam fyrrapartin. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Meiri verður at frætta í Degi og Viku í kvøld. Danski uttanríkisráðharrin, Villy Søvndal, er í samráði í dag um ætlanina hjá Danmark at atkvøða fyri einum uppskoti um at friða stórhval í Suðuríshavinum, sum kemur til viðgerðar í IWC í næstum. Løgmaður hevur mótmælt hjá uttanríkisráðharranum, men partamaður hansara í fólkatinginum, Edmund Joensen, sigur, at málið hevur ongan týdning fyri Føroyar. Hin føroyski fólkatingsmaðurin, Sjúrður Skaale, sigur, at í samráðnum fer hann at føra tey sjónarmið fram, sum landsstýrið hevur í málinum. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Nú eitt sakarmál er á veg í rættin, har kravið er at hava seyð á trøðni alt árið, vísir Bjørn Patursson, stjóri á Búnaðarstovuni á, at endamálið við traðunum var ikki seyðhald, men kúgv og eplavelting . Men viðurskiftini eru broytt, og tí er endamálið farið at kámast. Stjórin á Búnaðarstovuni viðgongur, at málið er prinsipielt og kann fáa avleiðingar fyri allar traðir. Hoyr samrøðu við Bjørn Patursson í útvarpsstovuni. Seyðurin skal av bønum 14. mai. Tað stendur rimmarfast í huganum á teimum, ið fáast við seyð. Men er hetta eisini galdandi fyri tær traðir, sum menn, viðhvørt ígjøgnum fleiri ættarlið, hava havt nakrar seyðir á Bjørn á Heygum er advokatur hjá einum traðarmanni, sum nú vil hava Føroya Rætt at taka støðu til, hvat hansara trøð kann og skal brúkast til. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Tað loysir seg hjá bæði tryggingartakara og hjá tryggingarfelagi at leggja gomlu garanteraðu, føstu rentuna um til marknaðarrentu. Tað heldur tryggingarfelagið Lív, sum í vikuni sendi bræv út til allar kundarnar, ið hava teknað trygging eftir aldarskiftið. Heitt verður á teir um at broyta tryggingina. Hoyr samrøðu við Poul Christoffur Thomassen, stjóra í Lív, í útvarpstíðindunum. Stórur áhugi er fyri nýggja uppsjóvarvirkinum hjá Varðanum á Tvøroyri. Higartil eru einar 50 60 umsóknir komnar, eisini norðanfjørðs. Virkið letur eftir ætlan upp 1. juli, og í løtuni arbeiða eini 100 fólk við at fáa virkið liðugt til ásettu tíðina. Hoyr samrøðu við Ólav Bjarkhamar, virkisleiðara, í útvarpstíðindunum. Aldumátingarnar kring Føroyar eru komnar at liggja ímillum í einari trætu millum Fiskiveiðueftirlitið og Landsverk. Fiskiveiðueftirlitið vil hava Landsverk at gjalda fyri, at Brimil heldur boyurnar til aldumátararnar viðlíka. Trætan kann hava við sær, at aldumátingarnar fara í søguna. Tað hevði verið ein vanlukka, halda bæði granskari og útróðramaður. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Síðani fiskidagaskipanin kom í gildi í 1996, er fiskiflotin so nógv skeiklaður, at hann hóskar ikki till fiskiskapin undir Føroyum. Tað sigur Kjartan Hoydal, fiskifrøðingur, sum var við til at skipa fiskidagaskipanina í 1995. Tá varð fiskidagaskipanin sett í verk eftir tí tørvi, sum flotin hevði, men samstundis samdust allir partar um, at skipanin skuldi endurskoðast triðjahvørt ár.Tað er ongantíð gjørt, og tí er støðan sum hon er. Men tað er ikki serliga torført at gera neyðugu útrokningarnar, sigur Kjartan Hoydal. Hoyr samrøðu við hann í útvarpstíðindunum. Broytingarnar, sum landsstýrismaðurin hevur gjørt í kunngerðini um makrelbýtið, eru ikki nóg góðar. Nótaskipini áttu at fingið meira, og ongin orsøk er at geva fiskiførum í altjóða sjógvi 6.000 tons. Tað sigur formaðurin í vinnunevndini hjá Løginginum, Alfred Olsen. Hann heldur, at fleiri viðurskifti í kunngerðini áttu at verið øðrvísi Føroyar skulu selja fleiri vørur til Íslands, og vit skulu hava fleiri íslendskar vørur higar. Leygardagin skrivaðu Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, og Gísli Gíslason, úr Faxaflóðahafnir í Íslandi, undir avtalu um at stovna handilskamar seinni í heyst. Jákup í Gerðinum fór til Havnar at ganga í preliminerskúla í 1951. Tá visti hann, at fiskaarbeiði og kolarbeiði hjá D.P. Olsen var ikki hansara framtíð. Í 1955 tók hann matematiskt studentsprógv. Í Havn hendi mangt og hvat við bankaskrædlum og fiskimannaverkfalli, og eina ferð kom ein riðil av stórum útróðrarmonnum úr Klaksvík at hitta landsstýrið um læknamálið. Jákup las verkfrøði í Keypmannahavn, og í 1962 fekk hann starv hjá Købenshavns Belysningvæsen. Í dag lesu Hans Tórgarð 9.part av bókini Harry Potter og vitramannasteinurin . Gunnar Hoydal týddi, J. K. Rowling skrivaði og Bókadeild Føroyar Lærarafelag gav út í 2000 Hesa vikuna hoyra vit søgu, ið Karsten Hoydal hevur skrivað. Pætur M. Dahl lesur bókina Heðin, Marjun og tjøldrini . Eisini hoyra vit næmingar hjá Joannu Johansen syngja ein sang við orðum eftir Karsteni. Hetta er ein sera spennandi, faklig avbjóðing, sigur Martin V. Heinesen. Landgrunsnevndin hjá ST viðger krøv frá øllum heimsins londum um landgrunsøki. Martin V. Heinesen verður framvegis í starvi á Jarðfeingi, men arbeiðið í landgrunsnevndini fer við helvtini av arbeiðsorøkuni. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Posta fer at hava yvirskot næsta ár. Og Posta fær ikki brúk fyri fleiri pengum úr landskassanum. Tað sigur stjórin, Joel undir Leitinum. Eginognin er komin niður á 23 milliónir krónur. Postverkið hevur verið alment partafelag síðani 2005. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Tað eru tey mongu skeiðini í estetiskum fimleiki saman við góðu seriuni frá 2008, sum tryggjaðu teimum sjey føroysku fimleikarunum danska Grand Prix siðuri fyri 2012. Ungu kvinnurnar hava vunnið mong gullheiðursmerki í Føroyum við Havnar Fimleikafelag, og nú hava Jeanni og Lindis Petersen saman við Unn Øssursdóttir, Ruth Smith, Turið Nattestad, Elin Bærentsen og Bjørg Ellendersen stovnað føroyska fimleikafelagið ÍF Føroyar fimleikur, sum kann kappast á jøvnum føti við donsk fimleikalið. Stovnarnir av rundum fiski við Føroyar eru so illa fyri, at eingin veiða eigur at vera eftir toski á Føroya Banka, og hýsa eigur heldur ikki at verða fiskað. Tað stendur í nýggjasta tilmælinum frá ICES, sum varð kunngjørt fyrrapartin. Tá talan er um toskin á landgrunninum, eigur veiðitrýstið at lækka 63 prosent, og veiðitrýstið eftir upsa eigur at minka 44 prosent. Jákup Reinert, fiskifrøðingur, sigur, at hetta er ein avleiðing av, at so illa verður lurtað eftir fiskifrøðiligu ráðgevingini. Hoyr samrøðu við hann í útvarpsstovuni Bæði Danmark og Grønland vænta at fáa nógv burturúr, tá kinverski forsetin, Hu Jintao, kemur á almenna vitjan í Danmark í næstu viku. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, er boðin við til døgurðan, sum drotningin hevur fyri kinverska forsetanum, og tá fer hann at nýta høvi at greiða frá føroyska útflutninginum til Kina og oljuleitingina undir Føroyum. Umboð fyri føroysku vinnuna verða kortini ikki við á ferðini. Nakað av nýggju lógarbroytingini sæst her Løgtingið hevur samtykt broytingar í ferðslulógini, sum loyva skrásettum lendisakførum at koyra á ella tvørtur um veg í sambandi við yrkisligan flutning, til ella frá ella millum arbeiðsøki. Flutningurin skal tá fara fram á stytst møguligum strekki. Lógin kemur í gildi tann 1. juni 2012. Lendisfarandi akfar, verður sambært ferðslulógini allýst sum eitt motordrivið akfar á 4 hjólum ella fleiri við eini eginvekt yvir 190 kg. Motororkan skal vera størri enn 15 kW 20,4 hk . Akfarið skal vera útgjørt við last ella viðførisbera. Fyri at kunna koyra eitt skrásett lendisakfar, krevst koyrikort til antin bil bólkur B ella motorsúkklu bólkur A og sostatt er 18 ára aldursmark galdandi. Førari og ferðandi á lendisakfari skulu, meðan koyrt verður, nýta góðkendan og fastspentan fallhjálm við hjálmglugga og góðkenda ryggverju. Á lendisakfari mugu ikki vera fleiri fólk enn akfarið er ætlað til. Børn, yngri enn 8 ár, mugu ikki vera á lendisakfari. Eftir at tað var kunngjørt at gourmet matstovan Den Røde Cottage fekk eina Michelinstjørnu í mars mánað, kom verulig ferð á bókingarnar. Heili 250 bókingar í 24 tímar. Jóhan Gardar Joensen, sum er útlærdur tænari á Hotel Føroyum, starvast nú sum tænari á Den Røde Cottage. Jóhan heldur, at tey vinna Michelinstjørnuna vegna hugnaliga umhvørvið, hugnaliga matin og hugnaligu serveringina. Á matstovuni er rúm fyri 25 gestum. Á norðuratlantsbryggjuni hugleiðir Høgni Reistrup, miðlafrøðingur, um fráflyting og væntandi tilflyting. Høgni sigur at fólkavøkstur er umráðandi fyri eitthvørt samfelag. Til tess at varðveita ungdómin í landinum, mælir Høgni Reistrup til at tað verða fleiri føroyskar útbúgvingar í Føroyum. Umframt prát, hoyra vit eisini Høgna Reistrup syngja sangirnar Umleið aftaná og Reykjavík av síni triðju útgávu. Høgni arbeiðir í løtuni við sína fjórðu fløguútgávu sum fer at snúgva seg um fráflyting og væntandi tilflyting. Fólk hava altíð og allastaðni á knøttinum havt ymsar skiftissiðir. Øll gera burtur úr teimum stóru hendingunum í lívinum føðingini, pubertetinum, hjúnarbandinum og deyðanum. Elin Súsanna Jacobsen sigur frá ymiskum siðum í Føroyum og uttanlands. Tosað verður eisini um, hví tað er so umráðandi at geva teimum ymsu hendingunum í lívinum gætur. Okkara mál er at arbeiða fyri borgarligum vígslum av samkyndum í Føroyum, ikki vígslum í fólkakirkjuni, sigur Eiler Fagraklett, nevndarlimur í LGBT Føroyar. Hoyr samrøðu við hann í útvarpstíðindunum. Kommunurnar vilja ikki hava ellisheimið á Sýnini í Miðvági, heldur ikki, um tær fáa tað fyri einki. Heimið krevur ábøtur fyri slakar 40 milliónir krónur. Tað má við í samráðingarnar við kommunurnar um at yvirtaka eldraøkið, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Ingunn Eiriksdóttir, stjóri á Dátueftirlitinum, sigur, at falskar vangamyndir á Facebook er ein trupulleiki, sum kemur fyri í heilum. Samleiki hennara er brúktur til at stovna fýra vangamyndir á Facebook, og teldupostbústaðir eru eisini stovnaðir í hennara navni. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Runavíkar kommuna fer nú at skipa fyri forskúla í kommununi. Býráðið hevur samtykt at fara undir eina royndarskipan við forskúla á Skála eftir summarfrítíðina, og samstundis verður kannað, hvørjir møguleikar eru at seta í verk forskúlatilboð í allari kommununi. Hoyr samrøðu við Magnus Rasmussen, borgarstjóra, í útvarpstíðindunum. Umframt prátið við Martin um kost, fara vit eisini í køkin við kókikonuni Oddvør, sum fer at læra okkum at gera langbreyð. Kostráðgevin jana svarar spurningi, um durumrulla er ósunn ella okay at eta, og so skulu tey 6 aftur á vektina. Almennu Føroyar høvdu ikki ráð at ogna sær handritið, sum varð selt á uppboðssølu í gjár. Keyparin, sum vil vera ónevndur, sigur, at hann hevur keypt handritið við tí endamáli, at tað kemur aftur til Havnar. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Avtalan er galdandi í fimm ár, og hon kann leingjast í tvey ár. Smyril fer triðju ella fjórðu hvørja viku at bunkra tungolju úr tangunum hjá SEV í Vági. Kommunan hevur givið lyfti um at gera tillagingar við atløgubryggjuna, í sambandi við at Smyril nú fer at bunkra í Vági. Hoyr samrøðu við Conrad Gaard Joensen, rakstrarleiðara á Strandferðsluni, í útvarpstíðindunum. Fleiri nýggj skip koma eisini í føroyska flotan, teirra millum trolbáturin Margretha, rækjutrolararnir Orion og Sólborg, og ísfiskatrolarin Suðringur. Eisini hoyra vit um eldsbrunan umborð á V. U. Hammershaimb, eins og tá Star Firth fullfermd við eldgosøsku úr Íslandi fær ein sjógv. Í 1977 er ætlanin at leingja flogvøllin vesturi í Vágum, Tórshavnar Skipasmiðja skal byggja nýggja Ternu, Trolvirkið Vónin í Fuglafirði byggjur út, og á Oyrabakka verður tvær nýggjar føroyskar maskinur vístar fram Ein kjálkaskerimaskina og ein agnmaskina. Úr søgusavni kringvarpsins hoyra vit eitt nú Jóhan Niclasen, Jákup Haraldsen, Marjun Tummasarson, Niels Thomsen, Ásu Højgaard, Jóannes Jacobsen, Finnboga Hansen, Eiler Jacobsen, Petur Nolsøe, Mortan Johannesen, Atla á Plógv, Eyðbjørn Lervik, Finnboga Ísakson, Olaf Olsen, Poul Mohr, Fritleif Joensen, Jóhan Jacobsen, Trónd Sørensen, og Jens Erik Nielsen. Tað kunnu gangar vikur, kanska mánaðir, áðrenn suðuroyingar og sandoyingar fáa fult netsamband aftur. Sjókaðalin er slitnaður úti fyri Hvalba, á 50 metra dýpi. Tað veldst um, nær FT net fær kaðalskip til Føroya at umvæla skaðan. Roynt verður at bøta um støðuna við fleiri tiltakslinjum. Hoyr samrøðu við Páll H. Vesturbú, stjóra á FT Neti, í útvarpstíðindunum. Nú verða feløgini, sum hava boðið seg fram, undangóðkend. Vága Floghavn hevur 140 milliónir krónur at byggja farstøð fyri, og gongst sum ætlað, verður hon liðug um hálvt annað ár. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Óli Restorff og Andrea Nielsen búgva ávikavist í Havn og í Vági. Tey fáa miðnámsprógv í summar og ætla sær til Danmarkar at lesa víðari. Óli ætlar at lesa løgfrøði, og Andrea ætlar at lesa til lækna. Prestakallið í fjarskotnum plássum hóskar illa til nútímans familjumynstrið. Tí er trupult at manna hesi størvini. Tað ásannar Jógvan Fríðriksson, bispur, nú eingin umsøkjari var til prestastarvið í Viðareiði. Bispur heldur, at tørvur er á nýhugsan til tessi at lokka ungar prestar í prestagjøldini í útjaðaranum. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Norðurlandaráðið hevur latið journalistinum, Jógvani Hugo Gardar, 90.000 norskar krónur til eina verkætlan at lýsa norðurlendska samstarvið seinastu 60 árini. Jógvan Hugo Gardar, sum eisini starvast í Kringvarpinum, ætlar seinni í ár at gera reportasjur um fólk, sum á ein ella annan hátt eru við til at byggja norðurlendska samleikan. AElig tlanin er at gera tilfar til bløð, útvarp og sjónvarp. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Vit góð ráð frá kostfrøðingi, um hvat vit eiga at hugsa um og raðfesta, um vit vilja matgerða útfrá Norðurlendska køkinum. Eisini fara vit á vitjan í køkinum hjá kókikonuni Oddvør, vit fara at viga og máta okkara lívstílsbroytings luttakarar, og fysioterapeuturin svarar brøvum um eymar lendar. Skattatrýstið hækkar næsta ár. Løgtingið strikaði lógarbroytingina, sum skuldi geva landsstýrismanninum í fíggjarmálum heimild til at prísjavna skattastigan eina ferð um árið. Tað skuldi forða fyri sníkjandi hækking í skattatrýstinum, segði Jørgen Niclasen. Nú ætlar hann at leggja uppskot fyri tingið um eitt lønarvísital, sum ger somu nyttu sum at prísjavna skattastigan. Hoyr samrøðuna, sum Óluvá Zachariassen gjørdi við Jørgen Niclasen í úvarpsstovuni Royndirnar við jarðhitaskipanini í skúlanum í Sørvági eru so mikið góðar, at ætlanin er at fara víðari, sigur húsvarðarleiðarin, Hendrik Olsen. Hoyr samrøðu við hann í útvarpstíðindunum. Herman Mohr Hermansen hevur tilvitað valt ikki at marknaðarføra miðstøðina á Oyrasundskollegiinum, tí venjingarmistøðin er fyrst og fremst ætlað teimum, ið hava hug at venja miðvíst. Ílegukanningar benda á, at makrelur í kanadiskum sjógvi eisini er í íslendskum og kanska føroyskum sjógvi. Nú verður granskað, um makrelurin, sum verður fiskaður í summar, er evropeiskur ella kanska norðuramerikanskur. Granskingarráðið hevur játtað 600.000 krónur til granskingina, sum náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum eisini er partur av. Hoyr samrøðu við Hórald Joensen, granskara, í útvarpstíðindunum. Jákup vaks upp í Vestmanna undir krígnum, har fleiri ógvisligar krígshendingar vóru. Tað fyrsta, hann minnist, var ein spronging, sum kostaði tveimum dreingjum lívið. Fleiri bumbuálop vóru á Vestmanna, og sumt av tí stendur enn í minninum. Tað ringasta var, at pápin, Hans í Gerðinum, slóg út av sluppini Grønanesi stutt fyri krígslok. Jákup gekk í tí gamla skúlanum í Vestmanna, har plássið var so lítið, at summi máttu sita í vindeygakørmum og onnur í trappum og á krakkum. J.K. Rowling skrivar um Harry Potter og bókin Harry Potter og vitramannasteinurin er fyrsta í røðini. Bókadeild Føroya Lærarafelag gav út í 2000. Teir báðir læknarnir hava ávíst, at neyvt samband er millum antibiotika við pivalin sýru og álvarslig sjúkueyðkenni hjá CTD sjúklingum. Jan Rasmussen heldur, at greinin er eitt frambrot fyri granskingarumhvørvið, sum verður bygt upp á Landssjúkrahúsinum. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Tað fer at kosta millardir av krónum at útbyggja elveitingarkervið, so eltørvurin í samfelagnum verður nøktaður í framtíðini. Tí skal ein arbeiðsbólkur fáa greiði á, hvussu útbyggingin skal skipast, og hvussu eigaraviðurskiftini skulu vera í framtíðini. Fyrsta stigið varð tikið í gjár, tá løgtingið samtykti broytingar í elveitingarlógini, so tað ikki longur verður neyðugt at bjóða vindorkuna út, sigur Jóhan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Í 1996 royktu 39 prosent av teimum 15 ára gomlu hvønn dag. Í fjør var talið komið niður á 19 prosent. Og okkurt bendir á, at gongdin heldur fram, tí í 8.a á Eysturskúlunum í Havn eru tey samd um, at tað er bæði ólekkurt og ókul at roykja. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Nú hava tríggjar av teimum fýra kommununum, sum landsstýrismaðurin vil tosa við eftir fólkaatkvøðuna fyri einum mánaði síðan, viðgjørt brævið frá Kára P. Højgaard. Og eingin samanlegging millum grannakommunur í Eysturoynni og Suðuroynni er í eygsjón. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Í dag hoyra vit seinasta part av bókini Sirkusgátan . Martin Widmark skrivaði og Sámal Soll týddi. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út Við 21 atkvøðum fyri og 12 ímóti eru lógirnar, ið skipa makrelfiskiskapin í ár, endaliga samtyktar í løgtinginum. Samgongan var samd, og harafturat atkvøddu teir báðir limirnir í Framsókn saman við samgonguni, meðan Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin vóru ímóti. Tað stendur nú til Jacob Vestergaard, landsstýrismann í fiskivinnumálum, at skipa so fyri, at makrelfiskiskapurin kann fara í gongd. Hoyr samrøðu við landsstýrismannin í útvarpstíðindunum. Men hvat hevur man funnið av kolvetnið undir Føroyum Er olja í føroysku undirgrundini Hoyr sendingina, har jarðfrøðingurin Heri Ziska frá Jarðfeingi, og Rúni M Hansen, stjóri hjá Statoil, umrøða oljuleiting undir Føroyum. Nýggjar útrokningar, sum ein amerikansk oljufyritøka hevur gjørt fyri Jarðfeingi, vísa, at oljan í Marjun brunninum, sum Amerada Hess boraði í 2001, rennur munandi betur, enn upprunaliga hildið. Olja er funnin i Marjun brunninum, og sjálvt um óvissan er stór, verður mett, at í brunninum eru millum 100 milliónir og 600 milliónir tunnur av olju. Tí eru vit á Jarðfeingi farin marknaðarføra Marjun burnnin aftur, sigur Heri Ziska, jarðfrøðingur og granskari á Jarðfeingi. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. At miðbýurin ikki megnaði at kappast við SMS, kann ongantíð gerast ein trupulleiki hjá okkum, heldur Hans Mortensen, vinnulívsmaður og fyrrverandi stjóri í SMS, sum saman við fyrrverandi býararkitektinum Gunnari Hoydal hevur lagt fram ætlanina Havnin innan fyri Stóragarð . Talan er um átta hugskot, hvussu miðbýurin í Havn kann gerast meira spennandi. Talan er um økini Vaglið, Vágsbotnur, Áarvegurin, Steinatún, Sjónleikarhúsið, Skálatrøð, Eystara bryggja og Vestara bryggja. Millum annað verður í ætlanini mælt til at taka garðin fram við Áarvegnum, niðjan ímóti Amtsmansgarðinum, burtur, og lata ein part av Havnará uppaftur. Hoyrið samrøðuna hjá Inga Samuelsen, sum fyrst spyr Hans Mortensen, hví hann av sínum eintingum hevur tikið stig til hesa stóru verkætlan Ríkisstjórnin vil hava, at tey okkurt um 75 fólkini, sum arbeiða fyri danska statin í Føroyum, verða undantikin broytingunum í pensjónslógunum í Føroyum. Tað kann Jørgen Niclasen ikki lova. Spurningurin er, um tað er rætt at krevja alla eftirlønaruppsparing í Føroyum, sigur hann. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Boringin í Brugduni 2 brunninum fer at taka 4 5mánaðir. Rúni M. Hansen, leitistjóri hjá Statoil, hevur góðar vónir. Hoyr samrøðu við hann í útvarpstíðindunum. Rúni M. Hansen er eisini gestur í sendingini Vitan, ið verður send í útvarpinum klokkan 17.05 Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Ruavíkar kommunu, hevur ikki mist vónina um, at Skálafjørðurin verður ein kommuna, hóast kommunustýrið í Sjóvar kommunu hevur felt eitt uppskot um at taka upp samráðingar við Runavík. Býráðsfundur verður í Runavík í kvøld um kommunusamanlegging, og Magnus Rasmussen, borgarstjóri, ætlar at rógva á aftur tilgongdina um samstarv, sum hevur verið millum tær triggjar kommunurnar við Skálafjørðin. Hoyr borgarstjóran í Runavík í útvarpstíðindunum. Frá byrjan hevur Handverksmeistarafelagið sum umboðar 15 av undangóðkendu fyritøkunum víst á, at útbjóðingartilfarið til skúladepilin í Marknagili er ov ógreitt. Hóast freistin at lata inn tilboðini er útsett 3 ferðir, og tilboðstilfarið eisini er broytt fleiri ferðir, heldur Handverksmestarafelagið framvegis ikki, at tilfarið er nøktandi. Hoyr Ewald Kjølbro, stjóra í Landsverki, í útvarpstíðindunum. At oljuprísurin er so høgur kemur væl við hjá Atlantic Petroleum. Felagið seldi fyrsta ársfjórðing 232.000 tunnur av olju, og halda metingarnar, verða seldar millum 700.000 og 800.000 tunnur í hesum árinum. Metingarnar vísa, at úrslitið verður millum 200 og 270 milliónir krónur Hoyr samrøðu við Ben Arabo, stjóra, í útvarpstíðindunum. Málið um at leggja kommunurnar við Skálafjørðin saman var fyri á kommunustýrisfundi á Strondum í gjár, men tað fall. Tríggir kommunustýrislimir atkvøddu fyri at fara undir samráðingar og leggja úrslitið til fólkaatkvøðu. Tríggir atkvøddu nei, og ein atkvøddi blankt. Artur Johansen, borgarstjóri, sigur, at skotbráið er so stutt til kommunuvalið, men hann hevur framvegis vónir um, at kommunurnar verða lagdar saman. Hoyr innslag í útvarpstíðundunum. Nógv fundarvirksemi er í samgonguflokkunum í dag um støðuna í makrelmálinum, eftir at tríggir samgongutingmenn atkvøddu saman við andstøðuni fyri einum uppskoti um at selja makrel á uppboðssølu í summar. Uppskotið varð samtykt. Samgongufundur verður seinnapartin, og sambært løgmanni verður farið at telja, hvussu nógvir fllokkar eru í samgonguni. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Í 1961 fór Robert McBirnie til skips við sluppini Jóhannu. Teir vóru í sjálvdrátti. Tá hann kom aftur, vóru boð fyri honum um at fara á læraraskúla. Hann var í Nørre Nissum eitt ár. Í 1963 byrjaði Robert á Føroya Læraraskúla, og fyrsta kvøldið í Havn bjóðaði hann seg fram at syngja ein sang í Tórshøll. Dagin eftir varð hann boðin til roynd hjá væl umtókta dansiorkestrinum The Faroe Boys og var kosin til sangara hjá teimum. Faroe Boys fingu sera góða undirtøku og sáttmála við Sjónleikarhúsið. 1977 er eisini árið sjónleikarbólkurin Gríma verður stovnaður, Pat Boone hevur tvær konsertir í Føroyum, Elvis Presley doyr, húðabáturin St. Brendan kemur til USA, fiskimarkið verður flutt út á 200 fjórðingar, og Føroyar gera fiskiveiðusáttmála við Sovjetsamveldið. Úr søgusavni kringvarpsins hoyra vit eitt nú Alexander Isjkov, Trónd Paturson, Lenu Johannesen, Gullberg Gullfoss, Onnu Berg, Jóhannes Olsen, Albert Isfeld, Mortan Nolsøe, Gøsta Berg, Heinrich T pfe, Eyðun Johannesen, og Pat Boone. Einki forgjørt er at royna at marknaðarføra føroyskar vørur við sínum føroyska samleika í eini roynd at selja meira. Tað heldur stjórin Vinnuhúsinum, sum í næstum saman við níggju føroyskum fyritøkum, sum gera føroyskar vørur, fer í holt við eitt sonevnt Keyp føroyskt átak. Fyritøkurnar, sum vera við í átakinum, eru í fyrsta umfari MBM, Krás hjá Poul Hansen, Fóm Ísur hjá Damfar, Bakkafrost, Kjøtbúðin, Vest Pack, Tavan og Vakstrarhúsið í Sandavági. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Kári Leivsson og Heri Kragesten, sálarfrøðingar, siga, at lívið er samansett av tilknýti og missi. Sjálvt tað at vera komin á mál kann vera ein missur. Tað kann hava stóran týdning at sleppa pørtum av okkum sjálvum, sum viðhvørt eru sera truplir at sleppa. Hoyr meiri um hetta evnið, tá Kári og Heri kjakast og svara spurningum frá lurtarunum. 11 ára gamli Tóki Bach Sørensen hevur teknað eina sigarett, sum sigur eg orki ikki meir , tí tá tú roykir, orkar tú ikki so væl. Tóki heldur tað vera býtt og ósunt at roykja. Annar skúlin er fyri vaksin, sum eru framleiðarar ella leikstjórar, og so er Nóllywood filmsskúli fyri ung millum 14 og 18 ár á skránni fyri triðju ferð. Hoyr samrøðu við Jákup Veyhe, Mariu Winther Olsen og Sakaris Stórá. Tá Tórsbreyt var tikin í nýtslu, var fyrsta tiltak rættuliga hóskandi frælsafagnaðurin Stuttleikir. Sunnudagin 3. juni skipar Hvirlan á fimta sinni fyri hesum tiltakinum. Tiltakið ferð fram á tann hátt, at børni, við tilmelding fáa eitt skreytblað. Hetta skreytblað verður so levera til dómaran á hvørjari grein áðren barnið roynur seg. Dómarin skrivar so úrslitið hjá barninum á skjalið. Tá barnið hevur gjøgnumført allar greinanar fær tað heiðursmerkið fyri innsatsin. Greinarnar eru 60 m renning, longdarlop og bóltkast. Á 60 m verður tíðin tikin manuelt av seks máldómarum. Í longdarlopi verður avset sona nýtt. Hetta merkir at mált verður frá har barnið leypur. Í bóltkasti verða 150 g tungir bóltar nýttir. Børn kunna royna greinarnar so ofta teimum lystir. Tó verða einans tey fyrstu 3 úrslitini í hvørji grein skriva á skreytblaðið Havvika eru í Barnaútvarpinum og í dag enda vit vikuna í Frískúlanum í Havn. Tey hava arbeitt síðani í januar mánaða við fiski og tí, sum er at finna í havinum Embætisfólk í Fiskimálaráðnum skulu skipa arbeiðið at endurskoða logina, og aftur at teimum skal setast ein politiskur fylgibólkur við umboðum úr øllum flokkum. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Tá roknskapurin varð lagdur fram í keypsskálanum í Oslo fyrrapartin, segði stjórin í Salmar, Yngve Myhre, at Salmar hevur ikki aðrar ætlanir í løtuni enn at halda fram við samstarvinum við Bakkafrost. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Bæði landsmyndugleikar og kommunalir myndugleikar hava loyvi at brúka hesar upplýsingar, um grundaður illgruni er um, at tú ikki gevur teimum rættar upplýsingar í eitt nú skattmálum. Hoyr samrøðu við Karsten Loiborg, skrivstovustjóra hjá fólkatingsins umboðsmanni, í útvarpstíðindunum. Brúðarvísur eiga at vera stytri enn soleiðis vit kenna tær í dag, hava eitt niðurlag, og so skulu tær eisini verða romantiskar, tí hetta er jú eitt ástarkvæði. Tað sigur Bergljót av Skarði, sum er kvæðakøn og skal halda fyrilestur um hetta evni á einum skeiði, sum Sláið Ring skipar fyri næsta vikuskifti. Harumframt skal lagið vera lætt, tí tað er ein gleðisdagur. Á innihaldsligu síðuni kann vísan geva góð ráð til parið, sum giftist og eisini vísa á góðan moral. Men hvat fyri signal sendir hetta út til hyggjaran Niels Uni Dam, miðlafrøðingur, heldur, at hetta setir spurnartekin við rættin hjá Kringvarpinum at verða til. Birgir Kruse, ritstjóri, heldur, at hetta er ein glíðibreyt, sum reisir spurningin, hvat man í grundini vil við einum føroyskum sjónvarpi. Hoyr kjakið her. Annika Mittún, kringvarpsstjóri, sigur at hetta er ein avleiðing av ta fíggjarstøðu sum stovnurin er komin í, meðan Árni heldur at stovnurin hevur eina fíggjarætlan á 60. milliónir og við teimum pengunum kann man ráðfesta øðrvísi. Hoyr kjakið her Í Tryggingarfelagnum eru tey varug við trupulleikan. Treytin verður endurskoðað. Men tað er tó als ikki vist, at hon verður broytt ella strikað, sigur Helgi L. Petersen í Tryggingarfelagnum. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Ummælararnir Elvira og Linda fara í dag til sín sísta liðtíma. Í dag er tað Stramma Upp hjá Vælveru Fitness, ið skal roynast. Eisini taka tær báðar samanum allar liðvenjingarnar, tær hava roynt og ummælt í vetur, og siga okkum hvør var best og hvør var vánaligast. Persónligi venjarin svarar eisini spurningi frá lurtara, og okkara luttakarar til Fit Lívstílsbroytingina, skulu vigast á triðja sinni. Undirhúsið er ein frístaður sigur Anfinn, sum hvønn morgun kemur í undirhúsið áðrenn hann fer til arbeiðis á Iglo, har hann er umringdur av kvinnum. Eivind siglir, men tá hann er heima vitjar hann í undirhúsinum. Torkil og Jørleif koma eisini hvønn morgun í undirhúsið. Leggja feløgini saman verður talan um næststørstu alifyritøku í heiminum. Gitingar um samanlegging, ella at Salmar keypir Bakkafrost, vekja ans millum greinarar á keypsskálanum í Oslo. Hoyrið innslag hjá Jógvan Hugo Gardar og Jón Brian Hvidtfeldt. Fólk fáa ikki pengar frá Tryggingarfelagnum, hóast innbrot hevur verið í bilinum, og dýrir lutir stolnir úr honum. Samsvar er ikki ímillum bilar í dag og treytirnar hjá tryggingini, siga føroyingar, sum høvdu innbrot í bilinum. Tey kæra nú Tryggingarfelagið, tí tey halda, at Tryggingarfelagið eigur at gera vart við treytina um viðførisrúm í bilum. Hoyrið upplestur hjá Høgna Djurhuus. Bakkafrost hevur latið Skótadeplinum á Selatrað gomlu smoltstøðina í bygdini, og hon verður bygd um til nógv ymiskt innandura virksemi. Har verður klatrihøll, neyst, innandura hylur og eitt rúm til rørslumenning. Hoyr samrøðu við Magna Laksafoss, skótaovasta. Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar setir nú sítt álit á, at tað fer at eydnast fakfeløgunum at keypa helvtina av LÍV. Felagið er nevniliga millum teirra, sum 9. mai bjóðaðu 35 milliónir krónur fyri helvtina av tyrggingarfelagnum LÍV. Skattabroytingin, har eftirlønir verða skattaðar við inngjald heldur enn útgjald, noyðir okkum at enda samstarvið við danska eftirlønarfelagið PKA, ásannar Óluva í Gong. Hoyrið samrøðu hjá Jón Brian Hvidtfeldt. Fiskaaling hevur mátað aldu og streym eystan fyri Nólsoynna. Nú verða tølini greinað, og ber tað til, verður fyrsti aliringurin settur út seinni í ár. Men tað tekur nøkur ár, áðrenn føroyingar kunnu ala á opnum havi. Fyrst skal rætta útgerðin finnast, og síðani skal kannast, um laksurin yvirhøvur trívist í aliringum á opnum havi. Tað sigur Øystein Patursson, granskingarleiðari hjá Fiskaaling, sum stendur fyri kanningunum at ala á opnum havi. Óluva Zachariassen hevur gjørt innslagið. Hetta vóru nøkur av orðunum, sum Símun P. Zachariassen skrivaði í fyrsta leiðara sínum í Norðlýsinum fríggjadagin 16. apríl 1915. Øll árini síðan, hevur Norðlýsið verið lokalblaðið í Norðoyggjum. Olivur Joensen, sum hevur starvast á Norðlýsinum í 40 ár, vitjaði Morgunsendingina, tá vit sendu úr Klaksvík. Seglskipið Dragin verður mest brúkt sum skúlaskp, men annars er Dragin eisini við til Regattasiglingar og onnur tiltøk í landinum. Nevndarformaður og stýrimaður á Draganum, Hans Eli Hansen, var gestur í Morgunsendingini. Teir út við 500 føroyingarnir, sum sigla við reiðaríum undir DIS skipanini, ætla sær ikki at broyta nakað í sínum eftirlønarviðurskiftum, hóast áheitanina frá TAKS um at fáa viðurskiftini í rættlag fyri 1. juli. Vit fáa snøgt sagt einki gjørt, siga føroysku sjómenninir, sum gjøgnum síni donsku fakfeløg brynja seg til eitt møguligt rættarmál móti føroysku skattamyndugleikunum. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Magnus Rasmussen, borgarstjóri, í Runavíkar kommunu, sigur, at hann hevur einki ímóti, at Sjóvar kommuna verður løgd saman við Runavíkar kommunu. Men hann vísir á, at úrslitið av fólkaatkvøðuni vísti, at meiriluti var fyri at leggja alla Eysturoynna saman, og ikki bara við aðra kommunu í økinum. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Fáa fakfeløgini ikki eftirlønarviðurskiftini í rættlag, er vandi fyri, at eftirlønin verður skattað tvær ferðir. Tað sigur Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS, nú bara ein góður mánaður er eftir, til allar eftirlønir hjá føroyingum, sum verða fluttar í útlendskar pensjónskassar, verða skattaðar við inngjald. Fleiri túsund føroyingar verða raktir av lógarbroytingini, sum kemur í gildi 1. juli. Ógvusliga fallið hjá BankNordik á metingarlistanum hjá Niro Invest er misvísandi. Tað sigur Janus Petersen, forstjóri í BankNordik, sum vísirgreiningaúrslitinum aftur. Vit klára væl at taka ímóti øllum tí makreli, sum føroyingar fara at fiska í summar, og harvið gevur allur makrelurin arbeiði til føroyskar hendur. Tað er boðskapurin frá uppsjóvarvirkjunum í Kollafirði og á Tvøroyri til vinnunevndina hjá løgtinginum, sum í løtuni viðger lógaruppskotini um makrelfiskiskapin í summar. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Margreth Dalsenni gjørdist Ársins rósa 2010 fyri at stovna og reka endurnýðsluhandilin Dals vøruhús . Margreth er eisini umsitari av facebookbólkinum Rótikassin , har fólk kunnu keypa og selja brúktar lutir. Bakkafrost hevði 16 milliónir krónur í avlopi fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár . Hoyr samrøðu við Regin Jacobsen, stjóra, í útvarpstíðindunum. 1974 er árið Matur og matgerð kemur út, og Sigrid Dalsgaard, húsarhaldslærari, ummælur bókina. Hetta er eisini árið vit fáa Tíðindablaðið Barna og unglingarithøvundastevna verður hildin í Hoydølum nýtt havnalag verður tikið í nýtslu í Runavík svimjihøll er bygd í Klaksvík og gøtuófriður er í Havn. Hesar og nógvar aðrar hendingar verða lýstar í hesu seinri sendingini um árið 1974. Úr søgusavni kringvarpsins hoyra vit eitt nú Finnboga Ísakson, Atla Dam, Jákup Lamhauge, Frederik Olsen, Hans Jacobsen, Óla Dahl, Birgir Danielsen og Hjalgrím Magnussen, eins og nýggjar samrøður við Jørgen Dahl og Archibald Black úr klaksvíksbólkinum Straight Ahead. 266 milliónir krónur eru játtaðar til íløgur í ár, men higartil eru bert brúktar 20 milliónir. Landsstýriskvinnan í almannamálum sigur, at tað gongur ov seint at fyrireika byggimálini, og hon hevur biðið Landsverk um fund um málið. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Verður avreiðignargjaldið tvær krónur kilo, fer einki útlendskt móttøkuskip at taka ímóti makreli, sigur Ludvík við Stein. Landsstýrið hevur annars væntað at fáa 78 milliónir krónur í landskassan í avgjaldi fyri at landa til útlendsk móttøkuskip. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Jegvan Bæk, sálarfrøðingur, heldur at øll kunnu fáa sjálvsvirðing. Fólk sum hava verið fyri nógvum ágangi og skelkandi hendingum kunnu eisini fáa sjálvsvirðing, men tað krevur meiri tíð og arbeiði við sjálvsvirðingini. Tað hevur stóran týdning, bæði fyri einstaka menniskjað og í øllum lívsins viðurskiftum, at sjálvsvirðingin er góð. Í dag, týsdag, klokkan 16 ber aftur til at hoyra drúgva samrøðu, sum Gunnar Nolsøe gjørdi við Robin Gibb, tá hann vitjaði í Føroyum í sambandi við Summarfestivalin Børnini høvdu spakar við í skúla og vóru sera spent at planta tey 400 trøini, sum Føroya Prent hevur keypt teimum frá Skógarrøkt Landsins. 90.000 tons meiri av laksi eru komin á marknaðin í ár, og tað trýstir prísin. Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti, er kortini nøgdur við úrslitið. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Robert hevur altíð vitað, at hann er av bretskari ætt. Longu sum smádrongur skrivaði hann saman við pápa sínum, men hetta sambandið datt burtur. Í sjeytiárunum fór hann aftur at leita síni skyldfólk upp. Tá var pápin deyður, men samband varð knýtt við familjuna, og miðskeiðis í áttatiárunum hitti hann systkinini. Síðani hevur hann ofta verið í London. Hann hevur vitjað eina hálvsystir í Avstralia, og nú hevur hann knýtt samband við skyldfólk í USA. Samstundis sum byggivinnan skríggjar eftir arbeiði, bølir landsstýrið oman á játtaðum íløgum. Bert 20 milliónir krónur eru nýttar til íløgur í ár, hóast íløgujáttanin er 265 milliónir krónur Bárður Nielsen, formaður í fíggjarnevndini, sigur, at hetta er ein trupulleiki. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, sigur, at Landsverk verður biðið um at raðfesta íløgur øðrvísi, so gongd fæst á virksemið. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Leif Sørensen, kokkur, heldur, at vit eru í eini áhugaverdari tíð innan mat í Føroyum. Hann vil fegin arbeiða fyri, at fleiri føroyskar rávørur verða dyrkaðar til matgerð, tí stórur eftirspurningur er eftir føroyskum rávørum. Eingin áhugi er fyri at ala tosk í løtuni. Fiskaaling hevur einar 30 40 toskar av Føroya Banka svimjandi í kørunum á sjódeplinum í Nesvík, men lági toskaprísurin ger, at alarar hava ikki hug at ala tosk í løtuni, sigur Regin Arge, granskari og leiðari á sjódeplinum hjá Fiskaaling í Nesvík. Fiskaaling gevur toskunum í kørunum ein kjans eina tíð aftrat eini tvey ár. Er framvegis ongin áhugi frá alivinnuni fyri toskinum, so verður hann helst tikin av. Hoyr samrøðu við Regin Arge í útvarpstíðindunum. Hóast grunnurin, sum letur fiskimonnum minstuløn, er væl fyri og hevði yvir 10 milliónir krónur í vinningi í fjør, ber ikki til at hækka útgjaldið meira enn sløk 20 prosent. Mælt verður frá at gera seg ov nógv inn á stovnsfæið, sum er hálvthundrað milliónir krónur, sigur stjórin, Ernst Jacobsen. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Nú skal greinast, hvørjir bankar eru so týdningarmiklir fyri føroyska búskapin, at teir ikki kunnu fara á húsagang. Aksel V. Johannesen, fólkatingsmaður, hevur fingið tilsøgn frá Ole Sohn, vinnumálaráðharra, at danska serfrøðinganevndin eisini skal greina føroyskar bankar. Sigurd Poulsen, landsbankastjóri, sigur, at greiningin er neyðug, tí bankarnir hava tikið alt ov stóran váða. Í Føroyum eru tað fyrst og fremst BankNordik og Eik, sum eru so stórir, at teir kunnu ikki fara á husagang uttan at taka alt samfelagið við sær. Men afturfyri verða nógv størri krøv sett til hesar bankar, eins og eftirlitið verður hert. Hoyr samrøðu við Sigurd Poulsen, landsbankastjóra, í útvarpstíðindunum. Tað hevur alstóran týdning at málbrúkið er politiskt rætt. Hetta vísir Jógvan í Lon Jacobsen á í einari grein. Hann nevnir millum annað orðingina Fólk við serligum avbjóðingum , sum eitt skúladømi uppá, at tað politiskt rætta er av stórum týdningi. Hesin bólkur av fólkum er farin frá at verða kallaður evnaveik og brekað , seintment til fólk við serligum tørvi og nú seinast við serligum avbjóðingum. Men hví er tað týdningarmikið at málið er politiskt rætt Og hvørji virði leggja vit kanska ótilvitað í tey orð og heiti, vit brúka og hoyra í gerandisdegnum Hoyr Máltáttin við Jógvan í Lon Jacobsen, málfrøðingi og formanni í Málnevndini og Onnu Ellingsgaard, journalistur á tíðindadeildini í Kringvarpinum og málnevndarlimur Neyðugt er við eini ætlan, ella strategi, fyri Føroyar. Og hon skal leggjast fyri fleiri ár, nógv longri enn bert fyri eitt valskeið. Tá so ætlanin er løgd, eiga politikararnir at taka neyðugt stig at menna vinnulívið og samfelagið sum heild. Tað sigur Remi Thomsen, sum er Chief Group Controller hjá Danske Bank. Hann varð herfyri valdur at vera millum 100 tey størstu talentini í danska vinnulívinum, undir 35 ár. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Janus Rein, løgtingsmaður fyri Framsókn, sigur, at 16 17 prosent av inntøkunum hjá Atlantsflogi fara til avgjøld. Verða tey tikin av, verður tað ein góð byrjan. Annars eiga onnur tiltøk at verða sett í verk. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Hevur tú hug at gerast partur av eini europeiskari verkætlan, ella vilt tú vita meira um møguleikarnar fyri gransking, menning og nýskapan í FP7, so er kunningar og kveikingarfundurin mánadagin 21. mai. John D. Olsen frá Granskingarráðnum vitjaði Morgunsendingina. Minstiforvinningurin til utróðrarmenn hækkar 1200 krónur, upp í 13.200 krónur, og samstundis eru treytirnar fyri at fáa minstaforvinning gjørdar linari. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Í góðveðrinum í dag er brúdleyp í Stóru Dímun. Tað eru 33 ár síðani seinast, at brúdleyp var í oynni. Tað eru tey bæði, Eva úr Dímun og Jógvan Jón Petersen, sum eru gingin saman í hjúnalag. Hoyrið samrøðu við Liljuna Weihe, sum er gestur í serliga brúdleypinum. Tveir triðingar af føroyskum bilførarum koyra skjótari enn loyvt er á landsvegnum. Tað vísir nýggj Gallupkanning hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd. Hoyr samrøðu við Brynhild Høgnadóttir, leiðara á Ráðnum fyri Ferðslutrygd her. Fleiri brúdleypsgestir eru longu komnir, men í morgin fer tyrlan at flúgva 6 ferðir av Sandi og út í Stóru Dímun. Sands prestur giftir tey á kirkjugrundini í Dímun, og brúdleypið verður hildið í nýggja vinnubygninginum. Dansurin verður í nýggja hjallinum. Seinast brúdleyp var í Dímun, var tá fastir Evu giftist í 1979. Jens Stoltenberg og Kaj Leo Johannesen eru samdir um, at teirra fiskimálaráðharrar skulu gera enn eina roynd at loysa ósemjuna millum ES, Norra, Ísland og Føroyar. Makrelfiskiskapurin seinnu árini hevur ikki verið í samsvari við tilmælingar frá fiskifrøðingum, og tí skal hesin knúturin loysast. Hoyrið innslag við norska forsætisráðharranum í útvarpstíðindunum Hetta var 47. Musikkstevnan og spældu orkestrini í hesu raðfylgjuni Nes Sóknar Musikkfelag Tvøroyrar Hornorkestur Fuglfjarðar Hornorkestur Havnar Hornorkestur Harmoniorkestrið GHM Eiðið Ljómfelag Sørvágs Tónleikarafelag Klaksvíkar Hornorkestur Hoyr sendingina her Makrelgørn fara at gera enda á laksinum, sum er á veg niðan í vøtnini. Tað sigur Sílaveiðufelagið, sum stúrir fyri, at alt arbeiðið hjá felagnum fer fyri skeytið, nú ætlanir eru um at loyva fólki at fiska makrel við gørnum. Fiskimálaráðið viðger viðmerkingina frá felagnum. Og Vinnunevndin hjá løgtinginum hevur givið Sílaveiðufelagnum fundarboð. Hoyr innslagið her. Eivør Pálsdóttir og barnakórið fínpussaðu norska tjóðsangin, meðan Petrina Berg, sum er konferensier, nærlas tað, sum hon skal greiða frá á kvøldsetuni í Norðurlandahúsinum, har millum annað norski forsætisráðharrin, Jens Stoltenberg er gestur. Hoyr reportasjuna omanfyri. BankNordik forvinnur ikki eins nógv upp á danskar kundar sum føroyskar, hóast kundarnir í Danmark eru fimm ferðir fleiri. BankNordik hevur 25.000 viðskiftafólk í Føroyum og út við 130.000 í Danmark. Hoyr samrøðu við Janus Petersen, forstjóra, í útvarpstíðindunum. Føroyskar barna og ungdómsbókmentir eru á breddanum í hesi sendingini. Vit hitta millum annað Helle Thede Johansen, sum er nýggj forkvinna í Rithøvundafelag Føroya. Hon greiðir frá royndunum at skipa eina norðurlendska virðisløn fyri barna og ungdómsbókmentir. Vit hoyra í sendingini eisini Marjuna Kjelnæs, Elin á Rógvi og Hanus Samró. Kostfrøðingur frá Fólkaheilsuráðnum kemur eisini at greiða okkum frá Matarvarðanum, sum er at síggja undir kostur. Kókikonan Oddvør ger leskiligt spískál. Okkara fittu luttakarar skulu eisini vigast og mátast ídag. Meðan vit hugdu í teleskopið, sóu vit brádliga eina teymont við Sandsvatn, tað er ein sjáldsom sjón. Silas Olofson og tveir danskir fuglafrøðingar eru sera vælnøgdirnú teir hava hugt eftir fuglum við Gróthúsvatni og við Sandsvatn. Ein kanning, sum Føroya Arbeiðarafelag gjørdi í fjør, vísir, at færri enn annarhvør tímaløntur hevur setanarskriv. Endurgjaldskrav verður fyrireikað ímóti Faroe Pelagic, men eisini onnur virkir kunnu rokna við endurgjaldskravi. Orsøkirnar til vantandi setanarskrivini eru helst fleiri, sigur Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtaki. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Tað einasta, eg vil fáa at vita, er, hvat er gjørt við Pidda. Tað sigur Kirstin Hansen, mamma Dánjal Petur Hansen úr Runavík, sum hvarv fyrst í november í fjør. Drápsmálið er nú liðugt kannað og kemur fyri rættin fyrst í september. Politiið hevur skuldsett ein 33 ára gamlan mann av kroatiskum uppruna fyri at hava dripið Dánjal Petur Hansen. Varðhaldsfongslingin gekk út í dag, men verjin hjá skuldsetta, Jens Andrias Vinther, hevur boðað rættinum frá, at teir góðtaka, at varðhaldsfongslingin kann leingjast uttan rættarfund. Hoyr samrøðu við Kirstin Hansen í útvarpstíðindunum. Røkt tekur undir við lógarbroytingini hjá Johan Dahl, landsstýrismanni, um, at vindorka skal ikki bjóðast út í framtíðini. Hetta fer at geva myndugleikanum betri møguleikar at taka avgerðir, sum kunnu skunda undir útbyggingar av vindorku, heldur landsstýrismaðurin. Og tað halda tey í Røkt eisini. Og Røkt er klárt at senda inn umsóknir, so skjótt, sum lógarbroytingin kemur í gildi, sigur Jóhan í Niðristovu, stjóri. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Útrokningar, sum Supply Service hevur latið gera, vísa, at føroyingar við norskum veitingarskipum fáa 60.000 krónur í skattalætta um árið, samanborið við tann, sum siglir undir FAS. Hetta avlagar kappingina, sigur stjórin í Supply Service, Jens Meinhard Rasmussen. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Mamma Dánjal Petur Hansen, sum hvarv í november í fjør, er ikki nøgd við, hvussu løgreglan hevur handfarið málið. Tey avvarðandi kenna seg slept upp á fjall, sigur hon. Hoyr samrøðubot í utvarpstíðindunum. Meiri verður í útvarpstíðindunum á middegi. Vit halda okkum hava góð prógv fyri, at varðhaldsfongslaði maðurin hevur dripið Dánjal Petur Hansen, sigur Bergleif Brimvík, kanningarleiðari. Hoyr samrøðu við hann í útvarpstíðindunum. 1976 er eisini árið farið verður undir at byggja SMS í Havn og Vakstrarhúsið í Sandavági, eins og nýggi Skúlin á Trøðni, í Runavík og í Kvívík verða tiknir í nýtslu. Hetta er eisini árið legendariska orkestrið Goggan spælur til dans fyri seinastu ferð, stór mentanarstevna verður hildin í Føroyum, stóra skótalegan við Leynavatn skolar burtur í grimdaregni, Olympisku Summarleikirnir eru í Montreal í Canada, og maður, ið løgreglan steðgar fyri rúsdrekkakoyring, koyrir avstað við einum politisti hangandi í bilinum. Úr søgusavni kringvarpsins hoyra vit eitt nú Trónd Patursson, Svend Thulesen, John Richard Klakkstein, Trygva Laksafoss, Hallur Laksafoss, Roland Thomsen, Ditlev Olsen, Andrias Thomsen, Albert Isfeld, Hans Mortensen, og Kára á Lofti, eins og nýggjar samrøður við Even Skaalum og Gunnar Hoydal. Gerhard Lognberg sigur, at samgongan má taka á seg, at málið varð lagt fram, tí hon hjálpt andstøðuni. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Uppskotið frá Tjóðveldi, Javnaðarflokkinum og Framsókn er farið í vinnunevndina, men ivasamt er, um tað verður samtykt. Partar av samgonguni siga, at uppskotið minnir um populismu og er ábyrgdarleyst. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Fakfeløgini hava fingið viðhald frá Vinnukærunevndini í, at 126 fólk ikki hava fingið kravda setanarskrivið frá Faroe Pelagic. Hanus Hansen, stjóri í Faroe Pelagic, vil í løtuni ikki gera viðmerkingar til málið. Hoyr samrøðu við Georg F. Hansen, formann í Føroya Arbeiðarafelag, í útvarpstíðindunum. Sjálvan norska tjóðardagin, hósdagin 17. mai, kemur norski forsætisráðharrin, Jens Stoltenberg, á almenna vitjan í Føroyum. Hann hevur verið forsætisráðharri í Noregi síðani 2005 umboðandi norska arbeiðaraflokkin. Stoltenberg er sonur Thorvald Stoltenberg, sum hevur havt nógvar álitissessir í Arbeiðaraflokkinum. Jens Stoltenberg er útbúgvin búskaparfrøðingur, og hevur síðani hann var heilt ungur verið virkin í norskum politikki. Tá hann gjørdist forsætisráðharri í Norra í 2005, var hann við sínum 41 árum yngsti forsætisráðharrin í Noregi nakrantíð. Ein tann torførasta uppgávan hann hevur staðið fyri var sjálvsagt, tá Noreg varð rakt av yvirgangsatsóknunum 22. juli í fjør.Tað var serliga ungdómsfylkingin hjá arbeiðaraflokkinum, ið varð hart rakt. Men normenn eru á einum máli um, at hann kom væl frá teirri støðuni. Men hvør er Jens Stoltenberg Morgunsendingin hevur tosað við Jógvan Hugo Gardar, journalist hjá Kringvarpinum, sum er búsitandi í Oslo, har hann hevur búð í 22 ár. Tú mást vera til reiðar at uppgeva tryggleikan í Føroyum og brynja teg við toli, um tú skalt koma upp á ovastu rók í donsku fótbólti. Tað heldur 19 ára gamli havnarmaðurin Rene Shaki Joensen. Sunnudagin gekk dreingjadreymur hansara út, tá hann spældi sín fyrsta dyst á superligaliðnum hjá Brøndby. Eftir ætlan skal eitt svenskt filmslið gera ein film við heitinum F aring gelf aring ngeren í Føroyum. Filmsframleiðarin, H aring kan Bjerking, sigur, at tað ikki hevði borið til at gjørt filmin uttan Føroyar. Leikstjórin, Richard Hobert, heldur, at Føroyar hava eitt framúrskarandi filmslandslag. Somuleiðis væntar hann, at hendan gamla søgan, sum eisini er nýmótans, verður ein sterk lýsing av sambondunum millum menniskju. Tað er føroyingurin, Daniella Strandberg, sum hevur víst svensku filmsmonnunum á søguna um Fuglafangaran og Føroyar. Hoyr samrøðu við tey trý úr sendingini Góðan morgun, Føroyar. Avlopið fyrsta ársfjórðing er 70 milliónir krónur, áðrenn sonevndu eingansgs útreiðslurnar eru drignar frá. Bankin væntar at hava millum 100 og 170 milliónir krónur í avlopi í ár. Hoyr samrøðu við Janus Petersen, forstjóra í BankNordik, í útvarpstíðindunum. Grímur Hammer fór til skips 14 ára gamal, tí hann ikki treivst í fólkaskúlanum. Tá hann var 42 ára gamal, noyddist hann aftur á skúlabonk, tí ryggurin var oyðilagdur. Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi vilja hava, at føroyskir sáttmálar skulu galda fyri skipini, sum fiska makrel, og ein partur av makrelinum skal eisini seljast á uppboðssølu. Hoyr samrøðu við Aksel V. Johannesen og Páll á Reynatúgvu, sum vóru framsøgumenn hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi, tá uppskotini um makrelfiskiskapin vóru til 1. viðgerð. Málini eru nú beind í vinnunevndina. Í fyrstu atløgu vera førleikastovur í stóru og miðalstóru skúlunum. Mentamálaráðið tekur undir við einum tilmæli frá Fólkaskúlaráðnum, sum hevur viðgjørt spurningin. Hoyr samrøðu við Bjørn Kalsø, landsstýrismann, í útvarpstíðindunum, hvussu førleikastovurnar verða skipaðar í fólkaskúilanum. Løgtingið viðger í dag lógirnar, sum skulu stýra makrelfiskiskapin í summar. Men undir orðaskiftinum er komið fram, at samgongan er ikki samd um uppskotið, sum Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur lagt fram. Hoyr Sigmar Bláberg úr løgtinginum. Hann hevur eisini samrøðu við Alfred Olsen, formann í vinnunevndini, og Bjarna Djurholm, sum umboðar Fólkaflokkin í vinnunevndini. Olaf í Garði Joensen, bóndi á Eiði, sigur, at eingin gróður er, tí tað hevur verið so kalt í veðrinum. Í dag, 14 mai, er vanliga seinasti dagur, at seyðurin sleppur at vera á bønum, men tað kemur ikki upp á tal í ár, sigur Olaf í Garði Joensen Poula Øssursdóttir Mohr heviði til FM kappingina, sett sær mál at vinna gullnálina, og tað eydnaðist henni, og tað at Alvi Hjelm bleiv útnevndur sum ársins stjørnuskot, eggjar honum at halda fram í svimjingini. Tórður Mikkelsen hevur hitt svimjararnar. Anna Louisa Joensen fekk grønu virðislønina fyri sítt arbeiði at bjarga føroyska rossaslagnum og fáa føroyska rossið til heiður og æru aftur. Tá hjartastartari er at finna á stovnum og virkjum, er tað umráðandi, at starvsfólkini duga at nýta startaran, sigur Jógvan Jensen frá Útbúgvingarstovuni. Eitt stutt skeið tekur umleið 3 til 4 tímar. Vit hava nóg mikið av skipum og fólki at fiska makrelin. Tað er óneyðugt at fara eftir útlendskum skipum og útlendskari manning. Tað sigur stjórin í felagnum Nótaskip, Jógvan Jespersen, sum saman við øðrum reiðarafeløgum og trimum manningarfeløgum hevur sent eitt hvassorðað mótmælisskriv til løgtingið. Feløgini mótmæla uppskotinum um gjøld í sambandi við fiskiskapi eftir makreli, sum fer at geva útlendskum fiskiskipum loyvi at fiska makrel í Føroyum, og sum fer at loyva útlendingum at arbeiða umborð á føroysku skipunum. Feløgini, sum hava skrivað undir brævið til løgtingið, eru Felagið Nótaskip Felagið Flakatrolarar Felagið Ídnaðarskip Felagið Trolskip Felagið Línuskip P F Brestir P F Vesturleiki Føroya Fiskimannafelag Føroya Skipara og Navigatørfelag Maskinmeistarafelagið. Hoyr samrøðu við Jógvan Jespersen í útvarpstíðindunum. Henda vikan fer allarmest at snúgva seg um ævintýr. Allir flokkar í Fríðskúlanum við Hoyvíkstjørn fara at greiða frá ævintýrum. Í dag hoyra vit um prinsessuna á ertuni, sum er ein nýmótans útgáva. Leivur Thomsen setti ljóð til, Bergur Godtfred legði handritið til rættis og spælir gittar Í 1969 fór Robert McBirnie aftur til Vágs. Har tók eitt bjartskygt lag seg upp og nógv hendi vinnuliga. VB fekk góð úrslit og góðar umstøður. Í skúlanum vóru nógvir ungir lærarar, og gongd var í tónleikinum. Nýggjarshaldið fylti nógv, og Robert fór at undirhalda í veitslum og í útvarpinum. Miðskeiðis í 80unum fór húskið til rhus á skúla, og eftir tað búsettust tey í Havn. Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur heitt á Henrik Dam Christensen, flutningsmálaráðharra, um at fáa pengar til at beina burtur spreingievnið við flogvøllin. Í vikuni var landsstýrismaðurin á fundi við flutningsmálaráðharran, sum lovaði at taka málið upp við stjórnina. Eftir ætlan skulu pengarnir koma úr Íleggingargrunninum, sum eisini fíggjaði flogvallarútbyggingina. Tað hevur skund at avgreiða málið, sigur landsstýrismaðurin Kvinnuliðið hjá AElig gir setti nýtt met í stafettini fýra ferðir 100 metrar blandað. Og menninir hjá Havnar svimjifelag settu nýtt met í stafettini fýra ferðir 100 metrar frí. Fyri einstaklingar tók Magnus Jákupsson gamla metið, tá hann gjørdist føroyameistari á teininum 100 metrar blandað. Hoyrið Tórða Mikkelsen tosa við Rók í Jákupsstovu, næstformann í Svimjisambandinum, og svimjararnar Magnus Jákupsson og Poulu Øssursdóttur Mohr. Avvarðandi hjá dementum vilja hava eina skipaða hjáklp, tá sjúkan rakar. Tað sigur Unn Poulsen, avvarðandi. Pápin er dementur og er knýttur at dagtilboðnum á Heiminum í Vallalíð í Havn. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Løgtingið tók næstan fýra milliónir frá sjúkrahúsunum at brúka til heilivág. Tað kann gera, at færri sjúklingar sleppa av landinum til viðgerðar seinni í ár. Karsten Hansen, landsstýrismaður, roynir at forða fyri, at tað hendir. Men hann kann ikki lova nakað. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Ásetingin í lógaruppskotinum um at stýra makrelveiðuni, har færri enn 80 prosent av manningini eru føroyingar, er ikki endalig, sigur Jacob Vestergaard. Tingmanningin hjá Fólkaflokkinum viðgjørdi málið í dag, tí summi tingfólk halda, at ásetingin er ov lin. Men landsstýrismaðurin missir ikki svøvnin, um reglurnar verða strangari, sigur hann. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Hóast fleiri hundrað vakmyndatól eru í SMS, aftra fólk seg ikki at stjalda í handlunum. Bogi Andreasen, býlingsstjóri, sigur, at stuldur er ein trupulleiki hjá øllum handlum í Sølumiðstøðini. Hoyr samrøðu við hann í útvarpstíðindunum. Meiri verður at frætta í tíðindasendingini klokkan 18. Bókin er 102 síður í vavi og fagurt skrýdd við óteljandi myndum flestu nýggjar, men eisini nakrar eldri og meira sjáldsamar, tekningum, kortum og figurum. Bókin er skrivað á donskum við enskum samandrátti. Hoyr samrøðuna við Jens Kjeld her Tað er mest sannlíkt, at tey 23 fakfeløgni, sum liggja framvið at fáa helvtina av LÍV, sleppa at keypa, tí tey eiga einasta boðið. Tað sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum. Vinnumálaráðið og fakfeløgini hava umrøtt keypið eina tíð, og í gjár lótu fakfeløgini Vinnumálaráðnum boðið. Hoyr samrøðu við Johan Dahl í útvarpstíðindunum. Dugir tú at stappa eina søgu um teg sjálva n, títt umhvørvi og tín heimstað í eina bingju Dugir tú at skapa eina søgu, sum fólk aðrastaðni í Norðurlondum duga at lesa og skilja soleiðis, at tey fáa eina fatan av, hvussu tað er at verða ung í Føroyum í 2012 Fram til 1. august verða nøkur ung at vera við í einum bólki, sum fer at pynta og fylla eina bingju, sum verður send til Grønland og til ymiskar havnir í Norðanlondum. Ferðin hjá bingjuni endar í Helsinki. Tað er Nordens institut í Grønlandi, sum skipar fyri verkætlanini. Hoyr samrøðu við listarliga leiðaran, Ole Wich. Tingmanningin hjá Fólkaflokkinum fór fyrrapartin á fund at umrøða uppskotið um makrelfiskiskapin, sum kemur til fyrstu viðgerð í løgtinginum mánadagin. Fleiri fakfeløg og umboð í Fiskivinnuráðnum hava átalað ætlanina at loyva skipum at havaútlendska arbeiðsmegi, um tey afturfyri at rinda eitt manningargjald. Hoyr samrøðu við Bjarna Djurholm, løgtingsmann fyri Fólkaflokkin, í útvarpstíðindunum. Ómaksgjøldini og útlánsrenturnar hjá peningastovnunum verða nú kannað. Í uppskotinum um eykajáttanarlóg, sum kemur í løgtingið í dag, verður biðið um 100.000 krónur í eykajáttan til kanningina. Kanningin, sum skal byrja í ár og vera liðug næsta ár, er mett at kosta eina millión krónur. Endamálið við kanningini er at fáa staðfest, um kostnaðarstigið í Føroyum er so høgt, at peningastovnarnir noyðast at hava tey ómaksgjøld og tær rentur, sum teir hava, ella um vantandi kapping er orsøkin. Nógvar atfinningar hava verið at peningastovnunum fyri høgar útlánsrentur, dýr ómaksgjøld og kostnaðin í sambandi við realkredittlán. Hoyr samrøðu við Terja Sigurðsson, deildarleiðara á Kappingareftirlitinum, í útvarpstíðindunum. Feløgini hava arbeitt við ætlanini, síðani BankNordik tók sítt tilboð aftur. Tryggingartakararnir eiga hina helvtina av tryggingarfelagnum. Starvsmannafelagið, S amp K felagið, Føroya Handverksfelag, Føroya Pedagogfelag, Maskinmeistarafelagið, Føroya Skipara og Navigatørfelag, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Heilsurøktarfelagið, Bioanalytikarafelagið, Fysioterapeutfelag Føroya, Ljósmøðrafelag Føroya, Kost og føðslufelag Føroya, Ergoterapeutfelag Føroya, Heilsuhjálparafelag Føroya, Føroya Byggifrøðingafelag, Føroya Tekniska Lærarafelag, Musikklærarafelag Føroya, Lærarafelag Handilsskúlans, Yrkisfelag Studenta og HF lærara, Føroya Verkfrøðingafelag, Arkitektafelag Føroya, Búskapar og Løgfrøðingafelag Føroya og Magistarafelag Føroya Tá talan er um starvsfólkaeftirlit, má fyrst gerast greitt hvat slag av eftirliti arbeiðsgevarin fremur. Fyri tað fyrsta er talan um tann vanliga trygdarloggin, har øll nútímans upplýsingarkerv sjálvvirkandi skráseta rørslur í upplýsingarkervinum, herundir hvør loggar seg inn og hvør loggar seg út. Arbeiðsgevarar hava skyldu til at føra logg yvir allar rørslur, ið hava týdning fyri trygdina. Seinna er, tá starvsfólk verða kannað, og her hevur stjórin avmarkaðar møguleikar. Stjórin í Dátueftirlitinum vitjaði Góðan Morgun Føroyar. Tvær føroyskar fløgur vórðu til ummælis í sendingini. Onuur var nýggja útgávan hjá 200, Vendetta , og hin Letters from the Faroes hjá Lenu. Kring borðið at meta um útgávurnar sótu Hans Pauli Tórgarð, Elin Brimheim Heinesen og Uni L. Hansen. Um einar tvær vikur byrja arbeiðstøk fólk í øllum aldri at framleiða vistfrøðiligar vørur í vakstrarhúsinum í Sandavági. Tað er búnaðargrunnurin og ALS, sum haa gjørt avtalu um, at ALS í fyribils eitt ár fer at leiga vakstrarhúsið í Sandavági, har ætlanin er at framleiða blómur og grønmeti. Umframt prát um stilettir, skulu okkara 6 luttakarar til Fit Lívstílsbroytingina á fyrsta sinni vigast. Aftaná tríggjar vikur við venjing og sunnum kosti, er tíðin komin at vita um lívstílsbroytingin eisini sæst á tølunum. Í sendingini fara vit eisini við okkara ummælarum at royna Zumba Fitness. Her er øll samrøðan sum Uni L Hansen, tíðindamaður, hevði við formannin í miðflokkinum Jenis av Rana, um hansara hóttanir seinastu tíðina, sum samgongan hevur skúgvað til viks. Jenis av Rana tvíheldur um, at hóttanirnar hava gjørt mun, tí samgongan hevur snara eitt vet meira í sosiala borðið. Aðalstjórin í almannamálaráðnum Eyðun Mohr Hansen viðgongur, at tá ungfólkini á Rásini skuldu hava ein bústað, var aðalráðið í tíðarneyð. Hetta førdi við sær, at ráðið noyddist at góðtaka ein leigusáttmála í dýrara endanum. Hoyrið aðalstjóran í AMR í samrøðu við Onnu Ellingsgaard. Tá sørvingar skuldu keypa motor til motorbátin Selvík, vóru keyparar og seljari ikki samdir um prísin. Ein høna kom júst tá inn og skvetti á gólvið. Seljarin bleiv heldur firtin og segði, So siga vit 10.000 krónur Og glaðir vóru sørvingar. Hesa, og fleiri aðrar søgur, segði Esbern Joensen úr Sørvági, tá Morgunsendingin tosaði við hann um motorbátin Selvík. Við førda fiskivinnupolitikkinum er landsstýrið í ferð við at avreiða føroysk arbeiðspláss afturfyri løtuvinning. Fiskimenn, yvirmenn, útróðrarmenn og arbeiðsfólk á fiskavirkjum gera bart, nú lógaruppskotið, um at skipa makrelfiskiskapin í summar, verður lagt fyri løgtingið. Hoyrið innslag í tíðindunum, har Jón Brian Hvidtfeldt tosar við Eyðstein Djurhuus. 1976 er eisini árið Sundaferjan verður seld til Danmarkar, Eysturoyartunnilin verður alment tikin í nýtslu, Leynatunnilin verður skotin ígjøgnum, og Polarborg II verður jagstrað av bretskum sleipibáti undir Íslandi. Hesar og aðrar hendingar verða lýstar í hesu fyrru sendingini um árið 1976. Úr søgusavni kringvarpsins hoyra vit eitt nú Finnboga Ísakson, Atla Dam, Dánial Paula Danielsen, Petur Reinert, Mikkjal Helmsdal, Jógvan Nolsøe og Frimodt Poulsen. Jógvan Jespersen er nevndarformaður í partafelagnum iNOVA, sum skal reka granskingarlundina í Havn. Felagið Nótaskip, Fiskaaling, Bakkafrost, Havsbrún, TF Holding, Framtak, Luna, Marine Harvest Faroes, Tavan og MBM, Meginfelag Búnaðarmanna, stovnaðu iNOVA í fjør heyst og settu 1,3 milliónir krónur í. Hoyrið innslag í tíðindunum. Tað sum skuldi verða ein góð loysn fyri tey átta fyrrverandi ungfólkini á Rásini í Runavík, bleiv eisini ein kostnaðarmikil loysn. Í part rinda tey ungu 4.330 krónur fyri at leiga eitt kamar í nýggja sambýlinum. Sambært Brúkaraumboðnum er prísurin fyri eina lítla íbúð í Havn í miðal millum 4 og 5 túsund krónur. Verður samanborið við, hvat kostnaðurin annars er at leiga í samfelagnum, so eru 4.330 krónur ein sera dýr loysn, heldur Sigrun Wardum, forkvinna í Javna. Um hálvt ár verður fyrsta granskingarlundin í Føroyum liðug. Tá verður Granskingarlundin klár við starvsstovum og øðrum umstøðum, sum gransking krevur. Regin W. Dalsgaard er stýrisformaður í Vinnuframa, sum í dag skrivaði undir sáttmálarnar at innrætta teir 1400 fermetrarnar. Hoyrið innslag í tíðindunum Føroyskar familjur, sum flyta til Danmarkar, hava ikki longur rætt til sonevnda barnakekkin. Kravið er nú, at í minsta lagi annað av foreldrunum skal hava búð ella arbeitt í Danmark í tvey ár fyri at fáa stuðulin. Hetta er at gera mismun millum borgarar í danska ríkinum, sigur fólkatingsmaðurin Aksel V. Johannesen, sum reisir málið á fólkatingi. Hoyrið innslag hjá Jón Brian Hvidtfeldt í útvarpstíðindunum. Tað verður spæld ov lítið av føroyskum tónleiki í Kringvarpi Føroya. Tað heldur Steintór Rasmussen, sum heldur, at føroyskur tónleikur eigur at hava eina serstøðu í almenna útvarpinum Tølini fyri 2011 vísa, at sløk 28 prosent av tónleikinum í útvarpinum eru føroyskur tónleikur. Hoyr Steintór Rasmussen kjakast við tónleikasamskiparan í Kringvarpi Føroya, Fróða Løkságarð. At arbeiða ímóti okkara lívfrøðiligu klokku sær út til at hava neiliga ávirkan á heilsuna. Annbjørg Abrahamsen, sálarfrøðingur, mælir til at skipa skiftiarbeiði soleiðis, at tað verður minni skaðiligt. Hoyr samrøðuna, har Annbjørg eisini svarar spurningum frá lurtarunum. Tað hevur kostað mannalív, at avvarðandi myndugleikar ikki røkja sínar skyldur í mun til kunngerðina um brunaverju og brunatrygd. Tað vísti sendingin Brandfellurnar , sum snúði seg um sorgarleikin á Ravnsoyargøtu í Havn í 2006, har trý børn lótu lív í eldsbruna. Lítið bendir á, at myndugleikarnir hava skerpað seg síðani hesa vanlukku. Tí kunnu vit vænta, at slíkt endurtekur seg, sigur Petur á Lava Olsen, fyrrverandi brunaumsjónarmaður Posta hevði 9 milliónir krónur í undirskoti í fjør, og tí skulu fleiri rationaliseringar gerast. Men tað hevur helst við sær, at nøkur fólk aftrat mugu sigast úr starvi. Eftir niðurskrivingar, avsetingar og skatt varð ársúrslitið hjá posta í fjør 9,2 milliónir krónur í halli. Hetta er nærum tvífalt so nógv sum árið fyri, tá hallið var 4,9 milliónir krónur. Í 2009 var hallið 8 milliónir krónur. Posta sigur, at niðurskrivingar á akførum og bygningum í alt 7,2 milliónir krónur merkja serliga roknskapin í fjør. Stjórin í Posta, Joel undir Leitinum, væntar avlop næsta ár, tí tey eru í holt við rationaliseringar. Hoyrið innslag í tíðindunum. Sjálvt um løgmaður hevur sagt, at samgongan skal ganga í takt, so fær tað ikki avleiðingar fyri miðflokkin, at hann atkvøddi ímóti uppskotinum at broyta lógina fyri Arbeiðsloysisskipanina, so útgjaldið lækkar, og fólk mugu bíða longur eftir at fáa pengar. Løgtingið samtykti kortini uppskotið hjá samgonguni við 14 fyri, 11 ímóti og 2 blonkum atkvøðum. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, sigur, at tað er óheppið, at miðflokkurin atkvøddi ímóti, men hann metir ikki, at hetta er nóg mikið til at steðga samgongusamstarvinum. Hoyrið innslag hjá Sigmar Bláberg Fá fólk atkvøddu, og fólk í kommunum, sum fyrr vóru fyri at leggja saman, atkvøddu hesaferð ímóti. Landsstýrismaðurin hevur við fólkaatkvøðuni gruggað málið at leggja kommunur saman enn meir, sigur Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri tjóðveldi. Hon heldur, at Kári P Højgaard átti at tikið avleiðingarnar, at fólkaatkvøðan 3. mai í so stóran mun miseydnaðist. Sigmar Bláberg hevur tosað við Bjørt Samuelsen Spurningurin um tilfeingisgjald og hýrur var uppi og vendi á landsstevnuni hjá Javnaðarflokkinum. Og hóast javnaðarflokkurin gloymdi at fáa tað í makrelsemjuna, sum flokkurin var við til at gera í fjør, so er flokkurin í dag fyri, at útróðrarflotin sleppur undan tilfeingisgjaldi. Hoyrið innslag í tíðindunum. 21 ára gamli maðurin, sum er varðhaldsfongslaður í tríggjar vikur, skuldsettur fyri at hava skotið í Vági og í Øravík, og sett eld á Hotel Øravík, var ávirkaður og mintist lítið frá hendingini. Sambært ákæranum ringdi maðurin til alarmsentralin sunnunáttina og boðaði frá, at hann hevði eina byrsu hjá sær, og at hann ætlaði at skjóta 60 fólk. Finnur Koba var í rættinum, tá maðurin varð varðhaldsfongslaður. Hoyrið innslag. Á fólkaatkvøðuni høvdu fólk í Skopun og í Húsavíkar kommunu møguleikan eisini at atkvøða fyri samanlegging við høvuðsstaðar kommununi. Trý av fýra í Skopun og tvey av trimum í Húsavíkar kommunu ynskja at leggja saman við Tórshavnar kommunu. Á Sandi og í Skálavík høvdu fólk ikki henda valmøguleika. Borgarstjórin í Skopun Gerhard Lognberg vísir á, at ein eind við góðum 1200 fólkum er alt ov lítil, um fólkaskúlin og eldraøkið verða løgd út. Tí vilja skopuningar heldur leggja saman við høvuðsstaðnum, sigur borgarstjórin. Hoyrið innslag í útvarpstíðindunum. Vegleiðaraskeið er í dag á Læraraskúlanum. Hanna Jensen og Elisabeth Holm skipa fyri. Hanna joensen og Pirkko Satoneva vitjaðu i útvarpsstovuni í morgun. Pirkko Satoneva kemur frá felagsskapinum NVM, netverk fyri vaksnamannalæru. 1. august fer Annika Mittún Jacobsen í nýtt starv og gevst sostatt sum stjóri í Kringvarpi Føroya. Annika er gestur í Morgunrøddini í Góðan morgun, Føroyar. Ógreitt er, hví maðurin fyrst í tjúgu árunum framdi hesa illgerð. Hann hevur ikki áður verið í hóslag við løgregluna. Finnur Koba greiðir frá. Tað er ein risa avbjóðing at myrkaleggja stórasal í Norðurlandahúsinum til konsert í bølamyrkri, sum Føroya Blindafelag skipar fyri 9. mai. Uni Mortensen, ið rekur Hotell Øravík, svav í húsunum við síðuna av, tá byrsumaðurin koyrir inn á parkeringsøkið uttanfyri matstovuna. Hann vaknaði av harða tónleikinum í bilinum men legði seg aftur. Tað var ikki fyrr enn løgreglan ringdi á fartelefonina, at hann gjørdist varugur við álvarsomu støðuna. Hoyr samrøðuna við hotellstjóran her. Rætting Í innslagnum siga vit, at maðurin varð sæddur koyra á Tvøroyri, meðan almenni dansur var í túninum uttanfyri Tvøroyrar Klubba. Tað er ikki rætt. Hann varð fyrst sæddur á Tvøroyri seint um morgunin, áðrenn hann varð handtikin niðri á keiini. Faroe Boys var heilar tvær ferðir í Íslandi. Íslendingarnir nevndu teir føroysku bitlarnar og lótu teir spæla á Tórscaf í Reykjavík. Teir fingu góða móttøku bæði har og á Norðfjørðinum. Seinni vóru teir á ferð á Eysturlandinum og Norðlandinum. Samstundis sum tíðin á Læraraskúlanum var av, endaði tann stóra tíðin hjá Faroe Boys við eini plátuupptøku. Robert fór til Klaksvíkar at vera lærari og síðani til Havnar á Venjingarskúlan. Vit hitta børn, sum eru við, Zacharis Sørensen greiðir frá, Óla Jákup Joensen sanglærari greiðir frá og Jensina Olsen, sum hevur skrivað tónleikaverkið, greiðir eisini frá. Ábjørn Berthelsen hevur tikið konsertina upp, sum var í skúlanum við Løkin í Runavík Tað vakti ans, tá stjórin í SEV, Hákun Djurhuus, í farnu viku boðaði frá, at starvsfólk hjá SEV nú verða søgd úr starvi tá tey fylla 67 ár. Sambært Hákun Djurhuus, stjóra á SEV, var hetta neyðugt, tí stovnurin má spara. Sigmund Poulsen, løgfrøðingur, vísir á, at hóast lógarverkið í Føroyum um fráfaringaraldur ikki er dagført, so hava vit tvey regluverk at halda okkum til. Annað er Tænastumannalógin og hitt er eitt rundskriv frá Landsstýrinum. Avgerðin hjá SEV er eisini fallin landsfelag pensjónista fyri bróstið, tí sambært felagnum er talan um aldursdiskriminatión. Tað sigur Arne Thorsteinson, formaður í landsfelag pensónista, um ætlanirnar hjá SEV. Hákun Djurhuus er burturstaddur og hevur tískil ikki møguleika at gera eina viðmerking í løtuni. Hann vísir til starvsfólkaleiðaran, Oluffu undir Kletti, sum sigur, at um SEV brýtur lógina við at áseta 67 ár sum fráfaringaraldur, so fara tey at taka spurningin uppaftur. Hoyr alt innslagið frá útvarpstíðindunum. Tosað verður um yvirflóð av kettum, ansingarfamiljur og annað mangt. Kl. 13 sama dag, fingu vit boð frá Rúna Nielsen, at Frísi var komin í royndarheim. Borgarstjórin í Sørvágs kommunu er ikki samdur við Vinjardi Magnussen, sum sigur, at skrivið frá kommunustýrinum var at kalla ein ordri, og at eingin grundgeving fylgdi við. Sune Jacobsen vísir á, at tað er siðvenja í kommununi at kunna borgararnar. Og kommunustýrið kunnaði borgararnar í samsvari við upplýsingar og vitan, sum kommunustýrið nú einaferð hevur, sigur borgarstjórin Nakrir sørvingar, sum eru fyri at leggja oynna saman í eina størri eind, hava í nátt gingið hús av húsi og hongt eina heilsan á hurðina. Vinjard Magnussen er ein av stigtakarunum og hann sigur, at heilsanin er eitt mótsvar til skrivið, sum bygdaráðið hevur sent borgarunum um at atkvøða ímóti samanlegging. Hoyrið Vinjard Magnussen greiða frá Á fundi millum norðurlendsku brúkaraumboðini eru tey komin fram til eina niðurstøðu, sum sigur, at vinnurekandi skulu halda marknaðarføringslógina, sigur Andrass Holm Arge, brúkaraumboð. Dýra biðidag verður gongutúrur á nýggjari gøtu. Møtt verður við inngongdina til nýggju viðalundina í Havnadali og bussur koyrir niðan á Oyggjarvegin. Gingið verður frá Oyggjarvegnum oman til vatnbyrgingina og víðari oman ígjøgnum viðalundina. Tað vera Viggo Christiansen og Michael Jacobæus, sum koma at greiða frá á túrinum. Tað er aftur fíggingin, sum liggur í buktini. Stóð tað til Blue Bird Film, so vóru tey longu byrjað at taka upp nýggja føroyska krimirøð at vísa í sjónvarpinum. Hugin Eide, fyristøðumaður hjá Blue Bird Film, og Hans Tórgarð, sum hevur skrivað leikritið til krimirøðina, eru gestir í sendingini. Sagt verður eisini í stuttum frá ungu føroysku filmssøguni, sum í grundini byrjar við Hidalgo filmunum í 70 árunum. Ása Høj gekk 10 ár í fólkaskúla, men fekk eitt so vánaligt fráfaringarprógv, at hon ikki kundi søkja inn á miðnámsskúla. Hon slapp inn á Skúlan við Áir, og har hevur hon klárað seg væl. Læknin Djóni Joensen svarar ikki minni enn trimum brøvum frá lurtarum. Ein spyr um vøddakrampar eftir venjing, ein spyr um leggjakrampar um náttina, og ein mamma spyr, hvussu hon kann hjálpa barninum, tá tað hevur vokseværk . Umframt læknan, eru vit eisini við, tá Esmar, Elsi og Elisabeth fáa sína kost og venjingarætlan. Frustratión um gongdina í samfelagnum, fekk fyrr í ár ein 31 ára gamlan mann at seta eld á eitt lítið úthús í garðinum hjá forstjóranum í BankNordik. Hann ætlaði samstundis at siga nøkur borgarlig orð við løgmann, men av tí at tað var ov langt at ganga heim til hansara, vendi hann aftur. Føroya rættur hevur dømt mannin til ambulanta psykiatriska viðgerð, og at hann skal í viðgerð fyri rúsdrekkamisnýtslu. Hoyrið innslag í tíðindunum. Politikararnir skulu halda fingrarnar burtur frá ALS. Tað er staðiliga áheitanin frá Karini Kjølbro, sum bæði hevur sitið á løgtingi og verið forkvinna í ALS stýrinum. Tað er innbrot í ALS grunnin, um politikararnir taka ALS stýrið av ræði og fremja broytingar, sigur Karin Kjølbro. Hoyrið innslag hjá Una L Hansen. Haldis Joensen, leiðari á heiminum í Vallalíð greiðir frá um hvat tey gera fyri at fáa fólk við demens at trívast á heiminum. Hans Jacob Hermansen tosar um hvussu tað er at vera avvarðandi hjá fólki sum hava fingið demens. Kringvarpsstýrið má finna ein nýggjan kringvarpsstjóra. Annika Mittún Jacobsen hevur sagt upp til 1. august, átta mánaðir áðrenn tíðaravmarkaða fimm ára starvið hjá henni gongur út. Hoyrið Finnur Koba práta við stjóran, sum fer av landinum at røkja økisstjórastarv hjá SDC í Ballerup. ALS kassin má ikki tømast. Tí er neyðugt at hækka inngjaldið og lækka útgjaldið. Tað sigur Ingeborg Vinther, limur í ALS stýrinum, sum harvið gongur ímóti ynskjunum hjá fakfelagnum, har hon sjálv var forkvinna í mong ár. Hoyrið innslag í tíðindunum. Vit mugu fáa greiðu á, hvørjir okkara týdningarmestu peningastovnar eru. Tað heldur formaðurin í javnaðarflokkinum, Aksel V. Johannesen, sum umboðar flokkin í fólkatinginum. Aksel hevur sett danska vinnumálaráðharranum, Ole Sohn, fyrispurning um systemisk týdningarmiklar bankar í Føroyum. Danski vinnumálaráðharrin hevur sett eina serfrøðinganevnd at greina systemiskt týdningarmiklar peningastovnar SIFI í Danmark. Grundgevingin er, at Danmark hevur nakrar høvuðspeningastovnar, sum hava avgerandi týdning fyri búskapin, koma teir í trongstøðu. Á sama hátt mugu vit eisini vita, hvørjir bankar í Føroyum eru ov stórir at fara á húsagang, sigur Aksel V. Johannesen Miðflokkurin er ikki umboðaður í vinnunevndini, og tí hevur flokkurin ikki verið við til at viðgera lógarbroytingina fyri ALS í hesari nevnd. Jenis av Rana, floksformaður, sum var við á fundinum millum umboð fyri vinnunevndina og partar av landsstýrinum fyrrapartin, sigur seg hava vónir um, at uppskotið verður broytt millum 2. og 3.viðgerð. Hoyrið samrøðu hjá Finni Koba við Jenis av Rana Vinnunevndin er liðug við sítt arbeiði. Vit virða semjuna í stýrinum fyri ALS og gera onga broyting í sparileistinum, stýrið mælir til. Tað sigur Alfred Olsen formaður í vinnunevndini hjá løgtinginum. Hoyrið innslag. Formaðurin í Fiskimannafelagnum Jan Højgaard er ikki blíður, nú landsstýrið ætlar at krevja manningargjald frá fiskiskipum, har sum útlendingar eru meira enn 30 prosent av manningini. Manningargjaldið verður ein króna fyri kilo av makreli. Jan Højgaard sigur, at hetta er gera tað lógligt at misnýta arbeiðsmegi. Hoyrið innslag í útvarpstíðindunum hjá Høgna Djurhuus. Yvirlæknin fegnast um, at roykingin er minkað, men ikki í nóg stóran mun eftir ráðsins tykki. Nú roykja umleið 25 av føroyingum dagliga og 18 av næmingunum í 9. flokki. Fólkaheilsuráðið arbeiðir tí við ætlanum um nýggj átøk á hesum øki í 2012. Tó fara vit ikki at kalla árið tubbaksár , tí vit halda at fólk eru móð av árum , sigur Pál Weihe. Hoyr samrøðuna við Helga sum umframt at hugleiða um temaið Tað er bara ein skipari umborð á Polo eisini svarar spurningum umvegis sms skipanina 224000. Tað var annars 4. apríl, at formaðurin í Miðflokkinum gav samgongufeløgunum apríl mánaðin til at fáa politikkin á beina kós aftur. Men Jenis av Rana og Miðflokkurin eru framvegis í samgonguni, hóast í morgin er 1. mai, og eitt fíggjarliga óbroytt álit um játtanarkarmarnar eru komið frá einum meirluta í fíggjarnevndini. Finnur Koba legði av at roykja, men byrjaði aftur tá hann eina Ólavsøku royndi at skora eina ávísa gentu. Men nú er tað gott og væl eitt ár síðani Finnur aftur legði av at roykja. Leiklistarskúlin er tað átakið, sum hevur havt stórstan týdning fyri áhugaleiklistina í Føroyum yvirhøvir. Allastaðni sær man, at tað spírar og grør í kjalarvørrinum av leiklistarskúlanum. Í næstum verða tveir føroyskir leikir framførdir á Tjóðpalli Føroya, sum báðir eru úrslit av leiklistarskúlanum. Innan leikstjórn og leiklist hava fleiri gjørt sínar fyrstu royndir á leiklistarskúlanum, og tey eru at síggja aftur í filmi, sjónleiki og kabarettum og onnur eru farin víðari at læra eitthvørt innan leiklist. Eir í Ólavstovu greiðir frá leiklistaskúlanum. Í apríl í fjør fór Føroya Prent undir at planta trø runt um í landinum. Henda verkætlan var avgerandi fyri, at júst Førya Prent fekk grønu gávuna frá Etika í fjør. Gávan kom væl við, og ger tað møguligt hjá Føroya Prent at planta munandi fleiri trø í ár. Á Føroya Prent hava tey arbeitt tilvitað fyri at fáa eina umhvørvisgóðkenning. Tey byrjaðu í 2004 og fýra ár seinri í 2008 fekk prentsmiðjan norðurlendskt svanamerki. Í 1961 fór Robert McBirnie til skips við sluppini Jóhannu. Teir vóru í sjálvdrátti. Tá hann kom aftur, vóru boð fyri honum um at fara á læraraskúla. Hann var í Nørre Nissum eitt ár. Í 1963 byrjaði Robert á Føroya Læraraskúla, og fyrsta kvøldið í Havn bjóðaði hann seg fram at syngja ein sang í Tórshøll. Dagin eftir varð hann boðin til roynd hjá væl umtókta dansiorkestrinum The Faroe Boys og var kosin til sangara hjá teimum. Faroe Boys fingu sera góða undirtøku og sáttmála við Sjónleikarhúsið. Í dag hoyra vit fyrsta part av bókini Harry Potter og Vitramannasteinurin . Søgan er í fleiri pørtum og er tann fyrsta í røðini. Bókadeild Føroya Lærararafelags gav út í 2000. Ljóðbókanevndin tók upp Skulu karmar og tænastur á útoyggj verða í lagi, vísa tøl hjá Útoyggjafelagnum, at helst er brúk fyri eini 337 milliónum krónum. Almenn ráðstevna hevur verið í dag, har Eyðun Eliasen, landbúnaðartøkningur, bóndi og umboðsráðslimur í Útoyggjafelgnum, hevði framløgu um kostnaðin at føra útoyggjarnar til dags. Í framløguni Vit seta prís upp á útoyggjarnar kunnaði hann fundarfólkið, hvat tað kostar at dagføra Fugloynna, Svínoynna, Kalsoynna, Mykines, Hestur, Skúvoynna og Stóra Dímun. Karsten Hansen, landsstýrismaður, sigur, at bíðitíðin styttist, men hann veit ikki, hvuss nógv hon styttist. Hann veit heldur ikki, um hetta er nøkur sparing fyri heilsuverkið, men hann vísir á, at samfelagið kann spara nógv við, at bíðirøðirnar hjá teimum trimum sjúkrahúsunum verða samskipaðar. Hoyrið innslag í útvarpstíðindunum Skrásetingin ásannar, at hon fær ikki pengar at granska Eik grunnin, og tí leggur hon lok á málið. Eyðfinnur Jacobsen, advokatur, hevur gjørt eina fyribils kanning um grunnin, men Jógvan Thomsen, stjóri á Skráseting Føroya, vil ikki siga, hvat niðurstøðan er. Seinastu tvey árini hevur Búnaðarstovan kannað, um tað loysir seg hjá føroysku bøndrunum at seta tarvkálvar við og gøða teir til klárt er at slakta. Rólvur Djurhuus, landbúnaðarráðgevi, hevur staðið fyri kanningini. Hoyrið innslag hjá Una L Hansen í útvarpstíðindunum Alt ov fáar upplýsingar eru um fyrimunir og vansar við eini kommunusamanlegging, og tí er trupult at taka støðu á fólkaatkvøðuni 3. mai. Tað sigur Henrik Old, formaður í Suðuroyar Syðra Javnaðarfelag. Støðan her á landi er tó, at eftir fólkaskúlan er bara eitt skúlatilboð til fólk við menningartarni, tað er tilboðið á Eftirskúlanum Rásini, sum verður boðið út triðja hvørt ár til sjey næmingar. Og tað nøktar als ikki tørvin á skúla til henda bólk av ungum føroyingum. Sum dømi kann nevnast, at 17 umsóknir vóru til hetta tilboðið við seinastu upptøku. Tí meta vit í Javna tað vera alneyðugt, at taka hetta evnið fram í ljósið, sigur forkvinnan í Javna, Sigrun Wardum við Góðan Morgun Føroyar. Til tess at fáa íblástur hevur Javni fingið fólk úr Íslandi og Danmark at greiða frá, hvussu tey skipa miðnámstilboð til ung við menningartarni. Sigrun Wardum og Britta Bak úr Danmark vitjaðu morgunsendingina. Nú sjeynda umhvørvisvika stendur fyri framman, kann Elin Lindenskov, forkvinna í Heilsu Umhvørvisnevndini hjá Tórshavnar kommunu, staðfesta, at fólk hugsa meiri um umhvørvið. Temaið fyri umhvørvisvikuna í ár er rudding, Og Elin væntar og vónar at fáa eina ruddiligari kommunu við minni óruddi í náttúruni. Umhvørvisvikan verður í døgunum 29. apríl til 5. mai. Meiri fæst at vita á heimasíðuni. Poulina M.K. Eliasen, hevur síðani 1982 skrásett kirkjuklæði í øllum Føroyum. Nú hevur hon framsýning í kjallaranum í Hoyvíkar kirkju við kirkjuklæði, fotomyndum og skrivligum tilfari um kirkjuklæðini. Sum Poulina tekur til, so hava ting meiri virði, tá tey hava eina søgu. Framsýningin letur upp i dag kl 17. og framsýningin heldur fram fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin. Johan Dahl, landsstýrismaður, ætlar sær ikki at biðja um eykajáttan á 1,3 milliónir krónur at gera kanningina lidna. Grundgeving hansara er, at Vinnumálaráðið hevur ongar pengar, sum tað kann vera fyri uttan. Samgongan tykist heldur ikki verða sinnað at lofta Eik grunninum, so kanningin kann gerast liðug. Hoyrið innslag hjá Høgna Djurhuus í útvarpstíðindunum. Hvørki her ella í Danmark loysir tað seg at gøða tarvkálvarnar, til teir verða slaktaðir. Tað er kostnaðarmikið, og prísurin stendur ikki mát við stríðið og útreiðslurnar. Um dygdin er góð, so finst ein marknaður og góður prísur fyri føroyskt oksakjøt, heldur slaktarin í SMS, Jørgen Jørgensen. Hoyrið innslag hjá Una L. Hansen í útvarpstíðindunum. Tað var ikki bara eitt gott keyp, men eitt framúr gott keyp, tá TF Holding keypti Eik Banka. Bankin var góðar 420 milliónir krónur meira verdur enn tað, hann kostaði at keypa. Regin Hammer, forstjóri í TF Samtakinum, staðfestir, at Eik bjargaði TF samtakinum undan halli í fjør. Hoyrið innslag í útvarpstíðindunum. Hóttanin, at ES vil banna øllum fiskainnflutningi úr Føroyum, skal takast í álvara. ES fiskivinnunevndin hevur nú samtykt uppskotið at loyva ES at banna øllum fiskainnflutningi úr londum, sum sambært ES ikki fiska burðardygt. Pat the Cope Gallagher ásannar, at fullkomið bann ímóti øllum fiski úr Føroyum kann hava vannlukkuligar avleiðingar fyri føroyska búskapin. Men tað ber ikki til at taka serlig atlit til umstøðurnar hjá ávísum londum, tá talan er um at ovurfiska fiskastovnar, sigur írski politikarin Økonoman Jana, gevur trimum av okkara seks luttakarum, til Fit Lívstílsbroytingina kostætlan. Persónligi venjarin Jákup, gevur teimum eina venjingarætlan, sum tey eisini samanvið kostætlanini skulu fylgja hesar 8 vikurnar. Kókikonan Oddvør vísur okkum á sunnari snack , græskarkjarnur í kokusolju. Eisini fara vit til tiltakið Føroya Sterkasti í Høllini á Hálsi. Fleiri nýggj skip koma til landið, Føroya Eggvirkið í Rituvík er sera virkið, Føroya Fólkaháskúli rundar 75 ár, Felagsskúlin á Oyrabakka verður tikin í nýtslu, farið verður undir HF skeið um landið, og Tekniski Skúlin í Havn fer undir TA og TF skeið. Úr søgusavni kringvarpsins hoyra vit eitt nú Steinbjørn B. Jacobsen, Elin Henriksen, Jógvan Mørkøre, Petur Martin Rasmussen, Sven Thulesen, Meinhard Djurhuus, Líggjas Joensen, Sigurd Simonsen, Ólav Gregersen og Tummas Arabo. Eisini hoyra vit nýggjar samrøður við Poul Mohr og Hilmar Kass. ES tingið skal nú viðgera uppskotið, har semja skal fáast við ES ráðharraráðið. Sjálvt um uppskotið at banna øllum fiskainnflutningi neyvan verður endaliga samtykt, so skulu vit vænta, at ES á ein ella annan hátt fær heimild at revsa lond, sum ikki fiska burðardygt. Í øllum førum mælir ES tingið til at herða tiltøkini, so tey eisini fevna um onnur fiskasløg enn makrel, sigur Gunnar Holm Jacobsen, sendimaður í Bruxelles við Onnu Ellingsgaard. Hesi hava fingið stuðul úr Filmsgrunninum Sakaris Stórá 40.000 krónur til stuttfilm. Andrias Høgenni 15.000 krónur til stuttfilm. Heiðrikkur á Heygum 25.000 krónur til stuttfilm. Anton Petersen 35.000 krónur til stuttfilm. Torfinnur Jákupsson 20.000 krónur til dokumentarfilm. Marianna Mørkøre og Rannvá Káradóttir 17.000 krónur til listafilm. Rani Petersen 3.000 krónur til stuttfilm. Hetta er fyrstu ferð, at nýstovnaði Filmsgrunnurin hjá Norðurlandahúsinum og Klippfisk stuðlar filmsverkætlanum. Tjúgu umsóknir vóru, sum tilsamans vildu hava 936.000 krónur. Grunnurin valdi sjey ætlanir úr mongdini, sum fáa tilsamans 155.000 krónur. Ingi Samuelsen hevur spurt forkvinnuna í Filmsgrunninum Urd Johannessen, um grunnurin ikki hevði fingið meira burtur úr at lata fleiri pengar til færri umsøkjarar Fleiri enn 400 tarvkálvar verða hvørt ár avlívaðir, tí kjøtprísurin stendur ikki mát við útreiðslurnar til fjós og fóður, sigur Anna Rubeksen, forkvinna í Bóndafelag Føroya. Hoyrið innslag hjá Sigmar Bláberg í útvarpstíðindunum. Av tí at Danmark tekur ov stór atlit til Føroyar í makrelstríðnum, vil Lene Espersen, fólkatingslimur og framsøgufólk hjá teimum konservativu í ES og í fiskimálum, hava donsku stjórnina at samtykkja uppskotið, sum heimilar ES at revsa londini, ið fiska ov nógv. Danska stjórnin hevur annars saman við Eindarlistanum gjørt av at atkvøða blankt. Hoyrið innslag hjá Finnur Koba í útvarpstíðindunum Niðurstøðan var, at sosialir netmiðlar eru ein partur av framtíðini, men teir skulu brúkast við skili, tí feilir verða avroknaðir kontant beinanveg. Og teir politikarar, sum hava valt ikki at brúka hesi amboðini, eru ikki neyðturviliga við sviðusoð. Vit kunnu læra at kenna ótta sigur Kathrina Lindenskov Holm um vanligan ótta. Um talan er um ótta sum forðar einum í at gera tað sum man ynskir, so mælir hon fólki til at venda sær til sálafrøðing. Á síðuni er yvirlit yvir sálarfrøiðingar í Føroyum. Endaumfarið í Steinwayfestivalinum, verður 12. maj, og Aksel Remmel hevur sett sær sum mál at vinna. Vinningurin er 1000 evrir. Aksel Remmel og lærari hansara Johannus Andreasen vóru í morgunsendingini í morgun. Dorete Block mæir til at fara í hernað ímóti morsniglunum. Ein háttur at basa morsniglum er, at spræna eitur á moldina, ein annar háttur er at savna morsniglarnar inn, og ein triðji háttur er at seta plátur runt um urtagarðin. Almenningurin slúkar alt rátt, ið Løgtingsins Umboðsmaður sigur. Tað halda Bárður Larsen, løgfrøðiligur ráðgevi hjá Kommunuskamskipan Føroya, og Kári á Rógvi, lektari og ph.d. á Fróðskaparsetri Føroya. Teir gera vart við sína ónøgd í danska fakblaðnum Juristen. Løgfrøðingarnir vísa á, at bæði almenningurin og í einum føri umboðsmaðurin sjálvur hava missfatað leiklutin hjá Løgtingsins Umboðsmanni. Hoyrið upplestur hjá Finni Koba í útvarpstíðindunum Tað eru ikki meira enn 20 ár síðani Absalon byrjaði at koyra av sínum eintingum til Rumenia og Pólland við bussum fullum av klæðum og aðrari neyðhjálp. Neyðin er so stór og eg fái ikki latið vera, sigur Absalon, sum var gestur í morgunsendingini í morgun. Vágur var lívlig bygd í fimtiárunum. Børnini og ungdómurin vóru uppi í ymsum fiskaarbeiði, og eina tíð gingu dreingir sum Robert McBirnie í húsini við rundstykkjum sunnumorgun. Robert ferðaðist ofta í Sørvági og seinni í Klaksvík, har hann keypti sín fyrsta guitar. Tey fyrstu grepini lærdi hann hjá Frelsunarherinum í Vági. Haðani gekk leiðin upp í orkestrið Red Boys saman við Jákupi Mortensen hjá Bassanum. Burtur úr kom eitt nú fyrsta upptøkan av sanginum Vágsbygd við eyðkenninum babberara. Ingi Samuelsen hevur fylgt aðalorðaskiftinum í løgtinginum, har frágreiðingin um markaforðingar hevur verið umrødd. Landsstýriskvinnan í norðurlandamálum, Annika Olsen, hevur lagt frágreiðingina fyri løgtingið. Hoyrið innslag í tíðindunum Ein kanning hjá Landsverki vísir, at eini túsund fólk koyra hvønn morgun til høvuðsstaðin at arbeiða. Sama kanning vísir, at 80 fólk fara úr Havnini á bygd at arbeiða. Hoyrið innslag í útvarpstíðindunum, har Uni L Hansen tosar við Dennis Holm, samfelagsfrøðing, um orsakirnar til, at so nógv fólk koyra langan veg millum heim og arbeiðspláss Tað heldur ein lesari og lurtari, sum eftirhondini hevur ilt við at skyna á, hvat er skøkjujournalistikkur og hvat er óheft journalistiskt tilfar í føroysku pressuni. Eirikur Lindenskov, ábyrgdarblaðstjóri á Sosialinum og Vikublaðnum, Árni Gregersen, stjóri á Dimmalætting, Annika Mittún Jacobsen, stjóri í Kringvarpi Føroya, Andrass Holm Arge, brúkaraumboðsmaður, og Halgir Winther Poulsen, limur í Fjølmiðlanevndini eru í útvarpsstovuni og kjakast um evnið. Útlendskur eigaraskapur í føroysku fiskivinnuni krevur eina djúptøkna fakliga viðgerð og eigur at vera viðgjørdur í nevnd, sum verður sett at gera uppskot um at nýskipa alla fiskivinnuna, sum hon er. Tað heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag í viðmerking um uppskotið hjá Tjóðveldi at strika allan útlendskan eigaraskap í fiskivinnuni fyri 2018. Lógaruppskotið viðvíkjandi útlendskum eigaraskapi í føroyskum fiskiførum er sera víðfevnt og krevur eina meira djúptøkna fakliga viðgerð enn ta, sum er í hesum uppskotinum, sigur Vinnuhúsið. Føroya Arbeiðsgevarafelag sigur eisini, at reglurnar í galdandi lóg er ógreiðar í støðum. Galdandi lóg loyvir útlendingum at eiga upp í ein triðing. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur sagt, at landsstýrið í heyst fer at endurskoða fiskivinnulóggávuna. Tá er millum annað ætlanin at útiloka útlendskan partapening í føroyskum fiskiskipum. Andstøðan á tingi hevur uppskot um at seta eina nevnd við fólki úr øllum flokkum at endurskoða fiskivinnupolitikkin. Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur heldur ikki undir við uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum um, at manningin á fiskiskipum, sum eru undir føroyskum flaggi, eiga at fáa hýru eftir sáttmálunum hjá føroysku manningarfeløgunum. Tað er grundleggjandi óheppið, at løgtingið ásetur lønarviðurskifti millum partar á arbeiðsmarknaðinum við lóg. Halda politikararnir kortini, at tað er neyðugt amboð til tess at stýra fiskiskapinum, ber til at áseta hesar treytir um hýru í fiskiloyvunum, sigur Arbeiðsgevarafelagið. Øll trý fiskivinnuuppskotini hjá andstøðuflokkunum eru í Vinnunevndini í løtuni. Nú makrelbýtið er á breddanum, hava tey havt úr at gera í Fiskimálaráðnum. Runt roknað 200 umsóknir eru komnar inn frá fólkum, sum vilja hava lut í makrel ævintýri føroyinga. Millum umsóknirnar, sum útvarpið hevur fingið innlit í, eru ávísar, sum eru litríkari enn aðrar. Her er søgan um makrel umsóknina hjá Axel Nolsøe, ið bara vil hava sín makrel heimapart, um so er, at makrelurin veruliga er ogn Føroya fólks. Hoyrið innslagið í tíðindunum. Hjá teimum gott og væl 100 føroyingunum, sum hvørt ár fáa ein heilatilburð, eru útlitini betraði munandi at sleppa við lívinum og undan varandi heilaskaða. Nýggja heiladeildin er farin til verka á Landssjúkrahúsinum. Hoyrið innslag hjá Una L Hansen, sum tosar við Bjarna á Steig, yvirlækna Tað verður ov lítið eftir til gransking, tá umsitingin hevur fingið sítt. Tí vil meirilutin í Fíggjarnevndini heldur brúka allar pengarnar til stuðul og ikki bara avkastið av stovnsfænum. Eftir drúgvar samráðingar millum Heilsumálaráðið og sjúkrakassarnar fekst ein semja, sum meirilutin í Fíggjarnevndini vrakaði. Høgni Djurhuus hevur tosað við Bill Justinussen, sum er í meirilutanum í Fíggjarnevndini Steinbjørn B. Jacobsen er ein av virknastu og mest fjølbroyttu føroyskum rithøvundum. Hann hevur roynt seg bæði í bundnum og óbundnum skaldskapi, innan leiklist og sum barnahøvundur. Talan er um eina landsfevnandi fólkaatkvøðu um framtíðar kommunubygnaðin fyri alt landið og fyri uppgávubýtið millum land og kommunur. Eitt serstakliga týðandi mál fyri fólkaræði. Tí er tað burtur úr vón og viti, at landsstýrið setir fólkaatkvøðuna í sjógvin, uttan breiðar politiskar semjur og uttan, at løgtingið nakrantíð er sloppið at viðgera málið. Atfinningin kemur frá Tjóðveldi, sum í løgtinginum hevur skýrt løgmann at fara lætt um grundleggjandi fortreytirnar fyri fólkaræðinum. Hoyrið orðadráttin í innslagnum, sum Jón Brian Hvidtfeldt hevur lagt til rættis. Tormóður Stórá, leiðandi yvirlækni á Psykiatriska Deplinum á Landssjúkrahúsinum, vísir á, at tey gera alt fleiri mentalkanningar í dag enn fyrr. Fyrr vórðu ein til tvær mentalkanningar gjørdar um árið, í dag verða 4 til 5 gjørdar árliga. Leiðandi yvirlæknin hevur einki boð uppá, hví tørvurin er øktur Agnes torir bæði at kava niður í taran, og at satsa uppá at føroyingar fara at kunna vera kappingarfør í taraaling Í lívfrøðitímunum á miðnámskúlanum í Vági, var Agnes við á mølini og hugdi at tara. Her fekk Agnes áhugan fyri tara, og tað gjørdist henni greitt, at hon vildi granska taran. Agnes skrivar í løtuni Phd ritgerð um tara. Okkara ummælarar Linda og Elvira fara aftur undir eina liðvenjingar rundu, og tær byrja við Stepp Styrki hjá Faroe Fitness. Vit vera eisini við, tá okkara luttakarar til Fit Lívstílsbroytingina skulu vigast og máta feitt prosent. Kókikonan Oddvør ger eina gularótatertu. Sambært Politinum verður bíðað eftir mentalkanningini, áðrenn tey senda fútanum málið til støðutakan. Á Landssjúkrahúsinum ivast tey tó eitt sindur, um løgreglan er heilt liðug við alt arbeiðið og einans bíðar eftir mentalkanningini. Tormóður Stórá, leiðandi yvirlækni á Psykiatriska Deplinum á Landssjúkrahúsinum, lovar, at mentalkanningin verður klár í næstum. Nýggja barnaverndarlógin, sum er til viðgerðar í løgtinginum, er í stríð við barnarættindasáttmálan hjá ST, tí hon gevur høvuðsbarnaverndini heimild at innleggja børn og ung á psykiatriska deild fyri vaksin. Tað sigur leiðandi yvirlæknin á Psykiatriska Deplinum á Landssjúkrahúsinum, Tormóður Stórá, sum hevur greitt trivnaðarnevndini hjá løgtinginum frá um trupulleikan. Hoyrið Tormóð Stórá, sum er gestur í útvarpstíðindunum á middegi hjá Finni Koba Hesar og fleiri hendingar verða umrøddar í hesari seinru sendingini um 1992. Eitt nú verður undirgrundin yvirtikin, Sunnleif Rasmussen fær Sonning virðislønina, Jøkul fær ein sjógv, maður gerst frá sær sjálvum við øks umborð á Lómi, ófriður er í miðbýnum í Havn, og Náttarravnarnir fara á flog á fyrsta sinni Úr søgusavni kringvarpsins hoyra vit samrøður við eitt nú Jógvan Sundstein, Atla Dam, Jóannes Dalsgaard, Maritu Petersen, Dagmar Joensen, Anfinn Kallsberg og Jørgen Niclasen. Á sjúkrahúsum kring heimin hava granskarar seinasta árið framt fleiri royndarkanningar sum vísa, at einfalda kuldaviðgerðin avmarkar í stóran mun talið av deyðsføllum og álvarsligum heilaskaðum eftir blóðtøpp í heilanum. Sjúklingurin verður køldur niður á 35 stig, tí tað hevur við sær, at heilin hevur minni brúk fyri ilt. Samstundis forðar viðgerðin fyri deyðsfalli og heilaskaða í sambandi við ein blóðtøpp í heilanum. Hoyrið innslag hjá Una Leitisstein Hansen, sum tosar við Albert Marna Joensen, hjartalækna Tað er neyðugt at fáa neyvari hagtøl til vega, tí føroysku peningastovnarnir eru størri, og virka á fleiri marknaðum, samstundis sum fyritøkurnar gerast størri. Gongst ikki nóg væl hjá fyritøkunum, kann tað fáa álvarsligar avleiðingar fyri búskapin, sigur Sigurd Poulsen, stjóri í Landsbankanum. Hoyrið innslag í útvarpstíðindunum Føroyski limurin í norðurlendsku dómsnevndini, Bergur Djurhuus Hansen, er gestur í sendingini. Eisini er viðtal við Hanus Kamban, sum varð innstillaður úr Føroyum fyri stuttsøgusavnið Gullgentan. Í løtuni er tað einki, sum forðar fyri, at útlendsk arbeiðsmegi kemur at gera stórar partar av Marknagilsdeplinum. Tað óttast formaðurin í Klaksvíkar Handverksmeistarafelag, Anskar Hansen. Byggiharrin ásannar, at undan góðkendu fyritøkurnar hava frítt at velja sær undirveitarar, føroyskar ella útlendskar. Men Landsverk vissar um, at útlendingar skulu kappast á jøvnum føti við føroyingar. Tilsamans 21 fyritøkur eru undan góðkendar at bjóða upp á tær átta stóru arbeiðstøkurnar í sambandi við skúladepilin í Marknagili. Freistin at bjóða upp á arbeiðini eru úti mánadagin 21. mai klokkan 14, og tá verða tilboðini latin upp. Hoyrið innslag hjá Jón Brian Hvidtfeldt í útvarpstíðindunum. Sjólógin er endurskoðað og dagførd, og samstundis er lógin um trygd á sjónum eisini endurskoðað, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum. Hoyrið samrøðu hjá Høgna Djurhuus við landsstýrismannin Skiftandi landsstýri og skiftandi kommunustýri hava brúkt ikki sørt av orku uppá spurningin um kommunusamanlegging. Onkrar kommunur hava kastað saman sjálvbodnar, men hjá øðrum liggur verri fyri, og har hevur tað ligið í luftini, at finna tær ikki stevið sjálvar, ja so verða tær lagdar saman við lóg Orsøkin til at føroysku kommunurnar skulu vera færri og størri er, at tær skulu hava størri sjálvstýri. Tær skulu sjálvar umsita øki, sum landið í dag umsitur. Og tað gera tær nú einaferð betur, um tær ikki eru ov lítlar. Tað eru eini 15 ár síðani, vit í Føroyum av álvara fóru at tosa um færri og størri kommunur, men ætlanin er altso nú at hava eina fólkaatkvøðu fyri at spyrja fólk hvat tey halda. Her kanst tú hoyra, hvat Uni Arge og Hallbera Fríða West halda um henda spurningin. 35 ára gamla Jónfríð fekk tvey ára fongsulsrevsing fyri at hava smuglað og selt rúsevnir. Hon fekk góða hjálp í einum donskum fongsli og er komin burturúr rúsevnismisnýtslu og kriminaliteti. Hoyrið innslag um makrelfiskiskapin, nú landsstýrið hevur ásett, at tað skal kosta mest at landa til móttøkuskip. Við ásetingini, at tað skal kosta tvær krónur at landa til móttøkuskip, kemur Lafayette ikki hendavegin. Stóra móttøkuskipið fær ikki roknistykkið at hanga saman, og so verður enn truplari hjá teimum smærru. Hoyr samrøðuna við lívsstykkið Elina Winther Poulsen, sum tosar um sítt nýggja starv eins og tíðina sum journalistur á tíðindadeildini í útvarpinum og tíðina, tá hon saman við familjuni búði í USA. Sangarin og entertainarin Robert Mc.Birnie er uppvaksin suðuri í Vági, men av uppruna er hann hálvur breti og hálvur sørvingur. Til Vágs fór hann sum pinkulítil við mammu síni Kristinu Hansen hjá Tofta Binu og Stoffa Jákupi í Sørvági. Vágur var ein lívlig bygd við nógvum spæli og virksemi alt árið. Robert gekk í skúla hjá Johan Djurhuus skúlastjóra í Vági og spældi fótbólt við VB. Áhugan fyri sangi fekk hann frá mammuni. Í dag er 14.apríl og 100 ár eru liðin síðani Titanic sakk. Í Barnaútvarpinum í næstu viku hoyra vit søguna um Titanic, og í dag greiðir Viljormur Gregoriusen frá skipinum. Eisini greiða badmintonleikari, borðtennisleikarar og judoíðkarar frá ítróttartiltakinum, sum byrjar í Badmintonhøllini í Havn Neistin ætlar sær í rættin við sonevnda Brauer málinum, gongur ÍSF dómstólurin ikki kæruni hjá felagnum á møti. Tað sigur formaðurin í Neistanum, Kjartan Thomassen, sum vísir aftur, at nakað ítróttarligt býr undir málinum, nú avgerandi FM finalur eru fyri framman. Hoyrið innslag í útvarpstíðindunum. Uni L Hansen leggur til rættis. Leggur tú dent á kynið, so verður kynið eitt haft hjá banrinum og tað mennist ikki á besta hátt. Í Stokkhólmi hava tey ein slíkan barnagarð hann eitur Egalia. Armgarð Arge hvur skrivað klummuna, Ria Torgarð lesur. Búskaparkreppan setur eisini nýggj krøv til fiskivinnuna, og saman við Bjarta Mohr, ið var stjóri í Føroya Fiskasølu og Føroya Fiskavirking, og Helga Jacobsen, tíðindamanni, taka vit saman um føroyska fiskivinnu í 90 unum. Úr søgusavni kringvarpsins hoyra vit eisini samrøður við eitt nú Jógvan Sundstein, Atla Dam, Steingrím Nielsen, Sigurd Poulsen, Tage Benjaminsen, eins og vit fáa nýggjar samrøður við Jógvan Sundstein, Bjarta Mohr og Helga Jacobsen. Fakfeløgini ætla at geva landsstýrinum eitt boð fyrst í mai mánað, og ætlanin er at keypið skal verða avgreitt 1. juli, sigur samskiparin í arbeiðsbólkinum, Pætur Niclasen, formaður í S amp K felagnum. Hoyrið innslag hjá Sigmar Bláberg í útvarpstíðindunum á middegi. Ferðsluóhapp við fólkaskaða eru nógv færri nú enn fyri bara fimm árum síðani. Í fjør vóru 67 prosent færri ferðsluóhapp við fólkaskaða enn í 2006. Ein meira tilvitaður hugburður um ferðslutrygd ger stóran mun. Men hjá nøkrum skal hørð revsing til fyrst. Hoyrið innslag við Brynhild Høgnadóttir, stjóra í Ráðnum fyri Ferðslutrygd. Høgni Djurhuus leggur til rættis. Lønarsamráðingar og loysn á eftirlønini eru stórmál, sum nýggja forkvinnan í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Óluva í Gong, skal standa á odda fyri. Hon hevur tikið við sum forkvinna í felagnum eftir systkinabarnið Vár í Gong, sum av persónligum ávum hevur lagt frá sær. Okkara eftirlønarviðurskifti eru versnað, og tey skulu fáast í rættlag, sigur nýggja forkvinnan Alt virksemið hjá Jarðfeingi verður við vissu darvað, verður tað lagt saman við eftirlitsvirkseminum á Skálatrøð. Eftirlit og gransking hóska á ongan hátt saman, sigur Jarðfeingi í einum uppriti til Vinnumálaráðið, sum beinanvegin ætlar at leggja tey fýra eftirlitini á Skálatrøð, Skrásetingina og Jarðfeingi saman í ein stovn. Petur Joensen, stjóri á Jarðfeingi, mælir staðiliga frá hesum Almennur fyrilestur var í Miðlahúsinum í Havn, mikukvøldið, um strongd í familjum við børnum við autismu. Tað var Lennart Pedersen, leiðandi sálarfrøðingur á Center for Autisme, sum helt fyrilesturin. Lennart Pedersen og Jóannes Jacobsen vóru í útvarpsstovuni saman við Morgunsendingini. Hvussu ber tað til, at tænastur sum í øðrum londum verða veittar heilt ella lutvíst av privatum, í Føroyum verða veittar frá tí almenna. Morguntingið er í morgun mannað við Poul Michelsen frá Framsókn og Eyðgunn Samuelsen, tingkvinnu fyri Javnaðarflokkin. Skaldsøgan Vitjan og stuttsøgusavnið Horvnir menn komu í 2011. Anna V. Ellingsgaard og Pætur M. Dahl hava lisið bøkurnar og høvdu tær til ummælis í hesari In Mente. Tað verða fleiri eldri bilførar tey komandi árini. Onkur kanska sær fyri sær eina ræðumynd av ørkymlaðum bilførarum, ið seinka ferðsluni og eru orsøk til fleiri ferðsluvanlukkur. Í veruleikanum eiga vit at fegnast um tey eldru í ferðsluni. Sum heild eru tey eldru nevniliga meiri lóglýðin. Til dømis koyra tey sjáldan rúsdrekkaávirkað og sjáldan ov skjótt. Hetta vísir nýggj kanning, sum danska havaríkommissiónin læt av hondum í farna mánaði. Vit kunnu brúka upplýsingarnar um, hvussu nógv tað almenna brúkar til flogferðaseðlar, til at skapa grundarlag fyri kapping á marknaðinum. Tað heldur Poul Michelsen, løgtingslimur, sumhevur fingið upplýst frá løgmanni, at landið hvørt ár keypir áleið 5.500 ferðaseðlar frá Atlantsflog fyri góðar 26 milliónir. Hetta gevur ein miðalprís á góðar 4700 krónur. Poul Michelsen hevur reist spurningin á tingi í eini roynd at økja um ta vitan, sum skal til í arbeiðnum at fáa prísirnar á flogferðaseðlunum til útlandið niður. Hvat skal Framsókn, so brúka svarið til. Hoyrið Inga Samuelsen, útvarpsvert í samrøðu við Poul Michelsen, formann í Framsókn Tað er millum annað hesir setningar, sum ein áskoðara rópti rópti eftir Neistaleikaranum Barbaru Brauer í dysti í Klaksvík í síðsta mánað, sum hevur fingið Neistan at senda kæru inn til aganevndina hjá Hondbóltssambandi Føroya. Málið snýr seg í stuttum um tað, ið fór fram inni á vøllinum og uttanfyri vøllin tann 13. mars í Ítróttarhøllini í Klaksvík í dystinum millum Stjørnuna og Neistan. Eftir dystin sendi Neistin ein kæru til aganevndina, har ført varð fram, at ávísir leikarar hjá Stjørnuni, formaðurin fyri Stjørnuna og harumframt nakrir áskoðarar skulu hava rópt niðrandi róp um kynið hjá ávísum Neistaleikara. Á sjónbandaupptøku, sum millum annað var send í Degi og Viku týsdagin hoyrist ein áhoyrara rópa eitt nú, at neistakvinnan hoyrir heima í mannfólkadeildini. Men sum skilst kunnu sjónbandaupptøkur ikki nýtast sum próvførsla í tílíkum kærum. Aganevndin hjá Hondbóltsambandinum staðfestir í úrskurðinum, at innan hondbóltsheimin hvørki í føroyskum ella evropeiskum høpi tykjast vera reglur, sum áseta annan sanktiónsmøguleika enn eina ávaring til felag, sum verður mett at hava tikið lut í happandi og ella niðrandi atburði mótvegis leikara á mótstøðuliði. Tí heitir Aganevndin á Hondbóltsambandið um skjótast gjørligt at leggja uppskot til reglur, sum áseta eina veruliga revsing fyri slíka framferð , skrivar Aganevndin millum annað í úrskurðinum. Starvsnevndin hjá Hondbóltssambandi Føroya, sum hevði fund um málið í gjár, er samd við Aganevndina. Starvsnevndin tekur frástøðu frá niðrandi atburðinum og fer at taka stig til at styrkja lógarverkið, boðar starvsnevndin frá í skrivi. Hoyr brot frá sjónbandinum her Revsingin at sigla ávirkaður átti at verðið herd, so slík vanlukka, sum hendi í Hestfirði fyri einum ári síðan, ikki hendur aftur. Tað heldur Virgar Hentze av Eiði, pápi annan av ungu monnunum, sum sjólótust eftir syrgiligu bátsvanlukkuna í Hestfirði 22. mai í fjør. Umframt at maðurin, sum førdi bátin var drukkin, so var heldur ikki bjargingarútgerð til allar fimm menninar, tá siglt var av Vestmanna um náttina. Skiparin hevur fingið 10.000 krónur í bót fyri at føra bátin, tí promillan var 1,52. Men orsøkin til vanlukkuna var, at báturin sigldi á okkurt, sum lá í sjónum út fyri Lambatanga millum Velbastað og Syðradal, og sakk skjótt. Hoyrið innslag hjá Una L Hansen í útvarpstíðindunum. Fitness instruktørur greiður frá hvat kettlebells venjing er fyri nakað, hvør venur hana, og hvat hon er góð fyri. Lurtari spyr persónliga venjaran, hvat hon skal gera, tí hon vil ikki vísa seg í venjingarmiðstøð, fyrenn hon er lætnað 10 kg. Eisini fara vit at vitja kókikonu, sum fer at vísa okkum, hvussu vit gera eina leskiliga og lætta summarsalat. Uppskrift og myndir frá sendingini, eru at finna á Facebook vangamyndini hjá Fit. Í Asia eru flestu flóðalduávaringarnar blástar av, eftir jarðskjálvtarnar í havinum út fyri Indonesia fyrrapartin. Serliga ein jarðskjálvti um hálvgum tíggju tíðina, føroyska tíð, var ógvusligur. Harðasti jarðskjálvtin varð mátaður til 8,8 á Richter stiganum. Ein av teimum, ið mátti leita sær upp í hæddirnar undan flóðalduni er stjórin í Kringvarpi Føroya, Annika Mittún Jacobsen. Hon er í feriu í kenda frítíðarbýnum Phuket í Teilandi saman við manni og børnum. Hoyrið Anniku í samrøðu við Inga Samuelsen. Tað fæst neyvan nakrantíð eitt greitt svar uppá, hvat orsøkin var til, at eitt flogfar hjá Atlantsflogi rendi út av Sørstokken flogbreytini í Stord í Noregi, tá tað skuldi seta seg tíðliga á morgni tann 10. oktober 2006. Í góð fimm ár hevur norska skaðanevndin kannað vanlukkuna, har fýra fólk lótu lív, men eingin greið niðurstøða er í endaligu frágreiðingini, sum kemur fyrsta dagin, siga norskir miðlar. Hoyrið upplestur hjá Inga Samuelsen At røkta okkara eldru er eitt kensluliga eymt øki, sum vit ikki burturav kunnu lata privat taka sær av. Tað heldur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum. Hoyrið innslag í útvarpstíðindunum, sum Uni Leitisstein Hansen leggur til rættis Javnaðarflokkurin tekur undir við tilfeingisgjaldi, men flokkurin er ivingarsamur, um akkurát kilogjald er tað rætta. Aksel Johannesen, formaður í javnaðarflokkinum, mælir tí samgonguni til aftur í ár at selja ein part á uppboðssølu. Við í tiltakinum eru Katólska kirkjan, Fólkakirkjan, Hvítusunnusamkoman Filadelfia, Hvítusunnusamkoman Evangeliihúsið, Adventistakirkjan, Frellsunarherurin og Fríðkirkjan Oasan Spurningurin á Kjaktorginum í morgun var tí, um stundin er komin til at føroyingar gevast at drepa grind. Ella skulu vit ikki lata okkum boyggja fyri trýsti frá útlendingum. Semja var um, at føroyingar fara neyvan at gevast við grindadrápi enn á sinni. Men vit mugu halda tunguna mitt í munninum, tá gestsins eygað hvílir á okkum. Aðrar leinkjur eru her. Í lívstílstáttinum greiða Janus og Rakul frá at endamálið við Erbylgjufelagnum er at upplýsa um mikrobylgjugeislingina, sum vit hvørki síggja ella hoyra, men sum summi gerast sjúk av. Mikrobylgjugeisling kemur millum annað frá fartelefonmastrum, sjónvarpssendarum, fartelefonum, tráðleysum interneti og aðrari tráðleysari tøkni. Tí brúka tey í minst møguligan mun tráðleysa tøkni, men velja heldur fastnet. Norðurlendski Mentunargrunnurin hevur játtað LGBT Føroyum, sum er rørsla fyri samkynd, tvíkynt og transpersónar í Føroyum hundraðtúsund krónur í stuðli til eina framsýning, sum skal vera í Havn í summar. Í alt 69 verkætlanir fingu hesaferð stuðul frá Norðurlendska Mentunargrunninum. Hoyrið Eiler Fagraklett greiða frá, hvat fyri verkætlan talan er um. Útvarpsvertur er Elin Winther Poulsen. Mikkjal verður stóribeiggi, men áðrenn mamman kemur heim av sjúkrahúsinum, fara Mikkjal og pápin ein túr til Sandoynna, at vitja ommuna. Her upplivir Mikkjal nógv spennandi ting. Árliga norðurlendska bókmentavirðislønin fór til Noregs í ár. Rithøvundurin Merethe Lindstrøm vann við skaldsøguni dager i stillhetens historie . Bókin er frálíka væl skrivað og viðger so torført evni sum tøgn og tabu í einum hjúnarbandi, sigur Bergur Djurhuus Hansen, føroyskur limur í norðurlendsku dómsnevndini. Í sendingini er samrøða við berg Djurhuus Hansen og Hanus Kamban, sum Føroyar høvdsu innstillað fyri stuttsøgusavnið Gullgentan . Føroyar hava ein møguleika at framhaldandi vera við í granskingarsamstarvinum við ES, hóast eitt uppskot liggur í ES tinginum, sum útihýsir føroyskum granskarum at søkja um tær 380 milliardirnar, sum liggja í felags granskingarpottinum. Tað heldur Gunnar Holm Jacobsen, sendimaður í Bruxelles, sum hevur góðar vónir um, at tað eydnast honum at fáa ES tingið at broyta uppskotið, so føroyingar eisini sleppa við. Jensina klippir páskapynt og Snúti fortelur um eina bamsu ið hevði eitt rættiliga serligt lív. Men, er tað nakað serliga páskaligt Vit fáa at hoyra. Fólk undrast, at andstøðuflokkar einsamallir sótu við borðendan til sjónvarpskjakið í gjárkvøldið um fíggjarkarmarnar. Men bæði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, og løgmaður bóru seg undan at verða við í kjakinum við andstøðuna eftir Dag amp Viku. Men løgmaður var kortini ikki so nógv upptikin, tí hann gjørdi viðmerkingar á internetinum samstundis sum andstøðan var í sjónvarpinum. Løgmaður verjir seg við, at hann hevði eina avtalu og valdi familjuna fram um kjakið við andstøðuna. Hoyrið samrøðu hjá Finnur Koba við løgmann Komandi 8 vikurnar skulu seks Fit lurtarar luttaka í eini Fit lívstílsbroyting. Persónligur venjari, fitness instruktørar og økonoma fara at vegleiða og hjálpa teimum at lætna, og fáa ein sunnari lívstíl. Hvørji eru tey seks, ið eru vald út millum tey 60, ið skrivaði inn til Fit Tað kanst tú hoyra í sendingini her. Formaðurin í Miðflokkinum, Jenis av Rana, hóttir við at taka flokkin úr samgonguni, um tað ikki eydnast at fáa broytt ymiskt í játtanarkarminum. Í fyrstu syftu fer Bill Justinussen kortini at royna at tala Jenis frá hóttanini, og síðani at gera alt fyri, at samgongan broytir nøkur viðurskifti í kørmunum. Men tingmaðurin fyri Miðflokkin í Eysturoynni staðfestir, at tingmanningin stendur saman. Annaðhvørt eru báðir í samgongu ella eru báðir í andstøðu Stingur Jenis av Rana í klæðsekkin og fer úr samgonguni, gerst Kári P Højgaard, formaður í sjálvsstýrisflokkinum, tungan á vágskálini. Men Kári P Højgaard hevur ongar ætlanir um at slíta samstarvið við hinar flokkarnar í samgonguni, sjálvt um ágangurin er stórur um dagarnar Eitt spildurnýtt verk er eisini á skránni, tað er verkið Við tína vøggu , ið Sunleif Rasmussen skrivaði til yrking hjá Karsteni Hoydal, sum fyri kortum hevði fyllt hundrað. Eitt hart stríð millum skúlan og skúlastýrið í Kvívík um fráfarna fyrsta læraran er endað úti í Mentamálaráðnum til meklingar. Føroya Lærarafelag hevur mælt sínum limum frá at átaka sær fyrsta lærara starvið, fyrr enn skúlastýrið eisini er farið frá. Partarnir hava verið á fundi í mentamálaráðanum. Hoyrið innslag hjá Una Leitisstein Hansen á middegi Samgongan fær nú aftur av grovfílini frá einum av sínum egnu. Samgongan verður harafturat rætt og slætt biðin um at leggja frá sær í dag heldur enn í morgin. Ung fyri Miðflokkin finnast hvassliga at tí, sum samgongan hevur stungið út í kortið í játtanarkarmunum. Men tað er ikki bara formaðurin í Ungum fyri Miðflokkin, Hallur av Rana, sum heldur, at flokkurin fer illa av at vera í samgonguni. Floksformaðurin heldur eisini, at nú er nóg mikið. Hoyrið Jenis í tíðindunum á middegi, har hann er gestur hjá Inga Samuelsen Sunda kommuna játtaði herfyri at lata einar 300.000 krónur til felagsliðið EB Streym. Hetta hóast Innlendismálaráðið hevði ávarað um, at kommunurnar ikki mugu gjalda bótina hjá EB Streymi. Húsaumsitingin hjá Tórshavnar Kommunu hevur gjørt reint eftir teimum forskriftum, sum eru kravdar, tá soppur er staðfestur. Hoyrið Heðin Mortensen, borgarstjóra í Havn, í samrøðu við Elina Winther Poulsen Tey, sum nýliga hava fingið sær eina útbúgving, hava tað trupult sum er at fáa arbeiði í Føroyum. Og tí kemur tað illa við, at landsstýrið í fyrstu syftu hækkar pensjónsaldurin við einum ári. Arbeiðsloysið er høgt, størvini fá, og tí er hetta keðiligt fyri unga ættarliðið, sum nýliga hevur nomið sær útbúgving, heldur Regin Berg, formaður í meginfelagnum hjá teimum lesandi. Hoyrið innslag hjá Óluvu Zachariassen. Eini 1800 fólk eru arbeiðsleys, og nú samgongan hækkar pensjónsaldurin við einum ári, verða útivið 500 fólk eitt ár aftrat á arbeiðsmarknaðinum. Tað kann hava við sær, at tað verður trupult at fáa fólk úr Arbeiðsloysisskipanini og út á arbeiðsmarknaðin, sigur Ernst Jacobsen, stjóri í ALS. Hoyrið innslag hjá Óluva Zachariassen í útvarpstíðindunum. Jógvan Fríðriksson, bispur leggur seg ikki í hvussu hvør einstakur Føroyingur livir sítt lív, og hevur álit á at foreldur teirra ungu vita hvat tey takast við og stuðla teimum. Hetta er ein versligur háttur at javnviga við ondsfylluna, sum tey ungu hava fingið meðan tey hava gingið at lesa. Játtanarkarmarnir siga, hvussu politikararnir sum ráða fyri borgum ætla, at umfordeilingin í samfelagnum skal vera. Hvør fær nógv, hvør fær lítið, hvør fær og hvør fær ikki. At kjakast um henda spurningin í Kjaktorginum í morgun eru komin Uni Arge, journalistur og Hallbera Fríða West, samfelagsfrøðingur. Loppumarknaðurin verður í Hoyvíkshøllini leygardagin 14.apríl frá klokkan 10 til 16. Tey, sum vilja leiga borð hendan dagin, kunnu skráseta seg við at ringja til Katrin á 272413 ella senda ein teldupost. Sjálvhjálparbólkurin Berin hevur til endamáls at geva børnum og ungum, ið hava mist foreldur og ella systkin við deyða, eitt forum, har tey kunnu møtast og práta við javnlík. Ungdómar, sum fáa útbúgvingarstuðul frá tí almenna við sær út um Norðurlond at lesa, skulu rinda part av stuðlinum aftur, um tey ikki koma heimaftur til Føroya at brúka sína útbúgving. AElig tlanin hjá landsstýrinum er partur av játtanarkørmunum, sum koma í gildi longu næsta ár. Enn er tó ikki greitt, hvussu leingi føroyskir ungdómar kunnu verða uttanlands, áðrenn ÚSUN stuðulin verður kravdur aftur, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í útbúgvingarmálum. Hoyrið Bjørn Kalsø í samrøðu við Elina Winther Poulsen Umstøður eru ikki til at hava fólk sitandi fongslaði longur enn eitt vist í Føroyum. Ein 25 ára gamal maður situr í fongsli í Mjørkadali fyri harðskap. Hann er dømdur fyrr, og hevur eisini sitið í fongsli í Danmark. Eingin serlækni er at taka sær av trýsttanganum, sum verður brúktur til kavarar, ið hava fingið kavarasjúku. Síðan 1992 hevur Hans Jákup Simonsen, yvirlækni á Landssjúkrahúsinum, ansað tanganum ókeypis, men nú hann nærkast pensjónsaldri, og onnur skulu taka við uppgávuni, krevur serlæknafelagið, at ein sáttmáli verður gjørdur á økinum. At siga, at tað ber til at fáa somu undirvísing fyri lægri kostnað er at einfalda veruleikan øgiliga nógv. Tað sigur formaðurin í Føroya Lærarafelag, Herálvur Jacobsen, nú fólkaskúlin, sambært játtanarkørmunum, skal spara. Hoyrið útvarpsinnslag hjá Elin Winther Poulsen. Hoyr samrøðu við Helenu Dam á Neystabø, sum var gestur í táttinum Morgunrøddin í morgun. Helena fortelur millum annað um, hvussu hon sær fyri sær framtíðar miðnámsskúlan, um hvussu vit umsita lestrarstuðul í Føroyum og um hvussu tað var at fella fyri veljarans dómi á seinasta løgtingsvali. Kavararnir hjá Fiskiveiðueftirlitinum hava fingið forboð ímóti at kava. Orsøkin er, at serlæknarnir á Landssjúkrahúsinum vilja ikki longur manna trýsttangan, sum verður brúktur móti kavarasjúku. Hoyr innslag við Elmar Højgaard, stjóra á Fiskiveiðueftitlitinum ini 100 200 fólk vóru komin saman í Hoydølum leygardagin tá minnisteinur um Karsten Hoydal varð avdúkaður. Minnisplátan er sett á ein stein, sum er funnin á Boðanesi. Í reportasjuni eru samrøður og brot úr framførslum á hátíðarhaldinum. Fyrsta átakið sum nývalda nevndin í Heim og Skúli skipar fyri er ein búmerkjakapping, har øll kunnu luttaka. Endamálið við búmerkjakappingini er at gera felagið enn meiri sjónligt í samfelagnum. Freistin at senda inn búmerkið er 18. apríl. MIna er ein fitt høna, ið knappliga verður tikin av vindinum. Hon lendir á stykkinum, har ið Æsa gongur. Æsa er ein ær, og vil fegin hava Minu til vin. Hvussu fer tað at ganga Landsstýrið ætlar, at umsitingin av lánum og gjaldførinum hjá landskassanum verður flutt úr Landsbankanum til Gjaldstovuna. Aðrir partar av virkseminum hjá bankanum verða lagdir í ein nýggjan stovn. Hoyr samrøðu við Sigurd Poulsen, landsbankastjóra, í útvarpstíðindunum. Stendur tað til borgarstjóran, fer Tvøroyrar kommuna í hægstarætt við málinum um havnargjald frá Smyrli. Landsrætturin staðfesti í dag, at Smyril hevur fullan rætt at sigla inn um havnamerkini á Tvøroyri og leggja at á Krambatanga, uttan at Tvøroyrar kommuna kann krevja pengar fyri tað.Strandferðslan og Tvøroyrar Kommuna hava togast um málið síðan 2004. Kristin Michelsen, borgarstjóri, er misnøgdur um dómin og ætlar ikki at gevast. Stjórin á Strandferðsluni, Bogi Mortensen, er hinvegin nøgdur við dómin. Tvøroyrar Kommuna hevur ikki rætt til at krevja havnagjald, tá Smyril leggur at á Krambatanga. Tað er niðurstøðan hjá Eystara landsrætti, sum hevur tikið støðu til prinsipiella málið um, hvønn rætt ein kommuna hevur til at krevja gjald frá skipum, ið koma inn um havnamerkini. Á sumri í 2010 varð Strandferðslan annars í Føroya Rætti dømd at gjalda Tvøroyrar Kommunu smáar 15 milliónir krónur í havnagjaldi fyri Smyril, heilt aftur til 2004. Men málið varð skotið inn fyri Landsrættin, ið nú hevur tikið prinsipiella støðu í málinum og fríkent Strandferðsluna. Hoyr samrøðu við Boga Mortensen, strandferðslustjóra. Eitt afturstig tjóðskaparliga, búskaparliga og sosialt Ábyrgdarleyst at hækka pensjónsaldurin beinan vegin Samgongan megnar neyvan at fremja síni egnu uppskot um nýskipanir Tað vóru nakrar av viðmerkingunum, tá Aksel V. Johannesen, Høgni Hoydal og Poul Michelsen umrøddu játtanarkarmarnar í útvarpstíðindunum á middegi. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaðuir, var í Fíggjarmálaráðnum, tá greitt varð frá uppskotinum til játtanarkarmar fyrrapartin. Løgmaður leggur dent á, at tilfeingisgjaldið verður lagt á alt fiskiríkidømi, ið føroyingar hava rætt til frá uppsjóvarfiski til botnfisk og rættindi á fjarleiðum, sum til dømis í Barentshavinum. Eisini verður gjald lagt á laksin, ið svimur í aliringunum á føroysku firðunum. AElig tlanin at byggja nýtt havrannsóknarskip er útsett í fleiri ár. Tað er greitt, nú uppskotið til játtanarkarmar er lagt fram í tinginum. Hesi boðini komu, samstundis sum Havstovan skuldi lata landsstýrismanninum í fiskivinnumálum detailprojekt um nýtt havrannsóknarskip. Stjórin á Havstovuni vónar, at myndugleikarnir finna fígging, tí Magnus Heinason eldist í hvørjum, og hann siglir ikki leingi afturat Sparingar og onnur tiltøk hava við sær, at hallið á fíggjarlógini næsta ár verður 250 milliónir krónur Pensjónsaldurin hækkar, og tá ið ræður um íløgur, verður tunnilin til Viðareiðis raðfestur fremst. Úrslitið í 2011 var 56,5 milliónir krónur Tað er væl minni enn árið fyri, men tá fekk Havsbrún serligar inntøkur av partabrøvum í Bakkafrosti. Sverri Mortensen fór um 1940 í smiðjulæru hjá Símuni Askham í Havn. Haðani helt hann leiðina í smiðjuna hjá Vilhelm Nielsen. Hesum felag arbeiddi hann framvegis hjá, tá tað varð selt, og hann helt fram hjá nýggju eigarunum til 1990. Sverra dámdi væl at fáast við motorar, hevði bát sjálvur og er ikki minst kendur fyri sína ellismotorsúkklu, sum varð keypt frá eingilskmonnum. Seinastu nógvu árini var Sverri goymslumaður. Eitt tað seinasta, hann lærdi, var at brúka teldu at halda skil á eykalutunum. Hoyr samrøðu úr morgunsendingini við Rana Nolsøe, leiðara á Íverksetarahúsinum og Óla Kristian á Torkilsheyggi, stjóra í tógvfyritøkuni Navia. Við flogfarinum í gjár vóru 22 útlendingar, sum eru komnir higar fyri at síggja, hvussu føroysk rávøra verður til og fyri at smakka føroyskan gourmetmat. Fyrst gekk leiðin til alibrúkið í Oyndarfirði. Hoyr reportasjuna her. Í dag eru vit við til venjing í Tórshavnar Musikskúla, tey venja til tiltakið Børn í Føroyum . Eisini hoyra vit Beinur Troest greiða frá venjingini hjá Kulum Rótum Tað var í hoyrispælinum Kári og Serliðið , ið snýr seg um drykkjuskap hjá foreldrum, vansorgan og sjálvmorð, at tað varð bannað og blótað. Hetta hevur follið fleiri fyri bróstið og spyrja, um tað er neyðugt at banna í Barnaútvarpinum Um tað ikki er gjørligt at broyta orðalagið til ein meira virðiligan málburð Jonna F. Mortensen og Jensina Olsen, frá Barnaútvarpinum, eru í útvarpsstovuni og greiða frá, hví júst hendan søgan varð vald, og hví tað er neyðugt at banna í Barnaútvarpinum. Hoyr samrøðuna her. At skriva um onkra kenda amerikanska stjørnu, ið hevur víst seg nakna, er ikki eg sigur Jákup Bogi Joensen, sum gongur á journalistháskúlanum í rhus Men tað, haldi eg, er journalistiski botnurin . Jákup Bogi hevði ikki fingið nakað starvsvenjingarpláss í Danmark, tá starvsvenjingarskeiðið byrjaði. So tá ið lestrarvegleiðarin bjóðaði honum at fara í starvsvenjing á danska tabloid blaðnum, BT, tók hann av. Eg hevði mínar fordómar um BT, áðrenn eg fór í starvsvening har, men hesir fordómar eru fánaðir nakað nú sigur Jákup Bogi Joensen Hoyr samrøðuna við Jákup Boga her. Her verður serligan hugsa um, at ongir hondbóltsdystir ella flogbóltsdystir verða varpaðir beinleiðis í útvarpinum, men so skjótt fótbólturin byrjar, so virkar tað sum, at tá er onki óført, heldur ein lurtari. Vit spyrja programmleiðara kringvarpssins, Solby Eliasen, hvussu ítrótturin verður raðfestur í kringvarpinum Fíggjarmálaráðið hevur í einum hoyringarskirivi til Vinnumálaráðið mælt til, at útgjaldið verður verandi 80 prosent fyrstu seks mánaðirnar, síðani 75 prosent í eitt ár og at enda 70 prosent seinasta árið. Men formaðurin í ALS stýrinum væntar, at løgtingið fer at taka undir við semjuni acute hjá ALS stýrinum um, at útgjaldið skal verða 75 prosent alt tíðarskeiðið. Marknagilsverkætlanin er ikki klár, nú hon verður boðin út. Tí er ógjørligt hjá teimum, ið skulu bjóða upp á arbeiðið, at koma við einum skikkaðum boði, sigur landsfelagið hjá handverksmeistarunum. Høgni Hoydal sigur, at stýrisskipanin varð brotin, tá løgmaður fór til Danmarkar at biðja um størri ríkisveiting, og tá hann avgjørdi at lata sendistovuna í London aftur. Í hvørgum føri varð Uttanlandsnevndin spurd eftir. Nógv heimleys ganga í gøtunum í Bradford, og flestu hesi fáa heldur einki at eta. Hjørdis Háberg Petersen, sum starvast hjá Abondenned life Church í Bradford, sigur at samkoman hjá teimum, saman við fleiri øðrum samkomum, geva teimum heimleysu mat. Í kjakinum kom fram at sparingin, nú sendistovan í London verður latin aftur, er uppá umleið 1,3 milliónir krónur. Eisini kom fram, at danskar sendistovur gera ikki arbeiði ókeypis fyri føroyingar, so spurningurin er, um nøkur sparing í heila tikið er. Pál Joensen luttók í fýra kappingum, har hann millum annað staðfesti OL luttøkuna á 1.500 metra teininum. Pál kom aftur til Føroya í gjár, og vit hittu hann, áðrenn hann fór við Smyrli suður til Vágs. Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at hann fer ikki at broyta avgerðina. Løgmaður letur allar hurðar út í heim aftur, so bara tann eina hurðin verður eftir til Danmarkar, sigur ein ónøgdur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi. Tøl frá ferðslupolitinum fortelja eina ræðandi søgu um, at føroyingar skunda sær alt meira á vegunum. Heldur henda gongdin fram er skjótt, at onkur liggur eftirá Mikkjal Helmsdal, Birgir Kruse og Carl Jóhan Jensen vóru allir á einum máli um, at Breaking the waves er í allar mátar frálíkt leikverk í uppsetingini á Tjóðpalli Føroya. Í sendingini hugleiðir Bergur Rønne Moberg eisini um skaldskapin hjá Karsteni Hoydal, sum hevði fylt 100 ár 28. mars í ár. Kokkar og fjølmiðlafólk úr Italia, Finlandi, Írlandi, Hollandi, Svøríki, Danmark og Týsklandi, ið dagliga arbeiða við gastronomi vitja í hesum døgum í Føroyum. Tað er Sp f Soleu, ið samskipar átakið. Í londunum kring okkum, er ein tann mest vanligi venjingarpartnarin hjá íðkandi pulsurið. Fleiri og fleiri velja at ogna sær eitt tílíkt, fyri at fylgja betri við venjingini, og fyri at halda motovatiónini í topp. Men eru eins nógv her heima, ið ifylgja rákinumi Vit spyrja íðkarar, handilsmann og persónligan venjara. Eisini hyggja vit at úrvalinum av urum, prísinum, góðskuni, og so spyrja vit fitness instruktør hvussu vit best brúka eitt pulsur. Vágatunlinum hevði slakar tvær milliónir krónur í avlopi í fjør, og hjá Norðoyatunlinum var avlopið 4,5 milliónir. Nærum 600.000 akfør koyrdu í Vágatunlinum í fjør, og 727.000 akfør koyrdu í Norðoyatunlinum. Í løtuni gongur skjótari enn ætlað at gjalda lánini í tunlunum aftur, men fyribils verður ikki bíligari at koyra í Vágatunlinum og Norðoyatunlinum. Smyril og Teistin fara at sigla ein túr færri um vikuna. Tað upplýsti Johan Dahl, landsstýrsmaður, í tinginum fyrrapartin. Hann svaraði einum ófráboðaðum fyrispurningi frá Gerhardi Lognberg, løgtingsmanni. Orsøkin er høgi oljuprísurin og strangari IMO krøv. Eins og onnur aðalráð skal Vinnumálaráðið spara, sigur landsstýrismaðurin. Knút Olsen hevur skrivað nýtt lag til tjaldurssangin hjá Jákup Dahl. Knút og dóttirin Jensina, spældu sungu sangin í morgunsendingini Tað eru í ár liðin 45 ár síðan fyrsta felags kórstevnan í Føroyum var hildin á hvítusunnu 1967. Kórstevnan í ár er sostatt at meta sum eitt 45 ára jubileumshald og verður hildin í Norðurlandahúsinum í dýra biðidags vikuskiftinum 3. 5. mai. Jørgen Niclassen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur boðað frá umfatandi broytingum innan tað almenna. Samanleggingum og ópopulerum avgerðum sleppa vit ikki undan sigur landsstýrismaðurin. Kjaktorgið viðgerð útsagnirnar og metir um útlitini. Ruth Thomsen er forkvinna á Blindafelagnum, sum og 25 .apríl skipar fyri tiltakið Máltíð í kolamyrkri á Hotel Føroyum. 9. mai verður konsert í Norðurlandshúsinum í bølamyrkri. Hallur Joensen, Lena Andersen og Martin Joensen fara at syngja og spæla, restin av skránni verður loynilg, so áhoyrararnir kunnu uppliva hvussu tað kennist ikki at vita hvat hendir á pallinum Hvørt ár selir Lions Club tulipanir, fyri at skaffa pengar til bardagan móti narkotika millum ungar føroyingar. Limirnir selja tulipanirnar til bæði privatfólk og fyritøkur, og ongantíð hevur sølan gingið so væl sum í ár. Gunnar Skúvadal fór ein túr við Ernst Kass, tá hann skuldi bera nøkur blómutyssi út til eina fyritøku. Hoyr innslagið her, og samrøðu úr útvarpsstovuni við Dánjal Joensen, sum samskipar tiltakið fyri Lions Club. Breaking the vaves er ein sjónleikur, sum fyrst og fremst er um kærleika. Leikurin er eisini um angist fyri tí nýggja, og at tora at taka ímóti tí sum verður givið tær. Alirisin heldur lógina, sum ásetur, at eitt felag ikki má eiga meiri enn helmingin av aliloyvunum. Men veruleikin er ein annar, tí fleiri av hinum aliloyvunum verða ikki nýtt beinleiðis til aling. 15. mars varð Faroe Islands Podcast valt sum besta podcast í Evropa. Hetta var í flokkinum, har arbeitt verður uttan vinning fyri eyga. Matthew Workman er hann, sum tók stig til Faroe Islands Podcast. Góðan Morgun Føroyar tosaði við Matthew Workman. Hoyr samrøðuna her. Foreldur eisini á netinum er heiti á einum skeiði, sum verður hildið leygardagin. Tað eru Gitte Klein, lærari og Elin Michelsen, sum er útbúgvin innan samskifti og arbeiðir nógv innan sosialar miðlar, ið skipa fyri skeiðnum. Men hvat merkir tað at vera foreldur á netinum Hoyrið samrøðu við Gitte og Elina úr sendingini Góðan Morgun, Føroyar. Í dag hoyra vit seinasta part av bókini Kári og serliðið Trine Bundsgaard skrivaði og Jenny Johannesen týddi. Bókadeilid Føroya Lærarafelag og Nám góvu út í 2011 Martin Johannesen hevur spastisk lammilsir í beinunum, men armarnar fær hann væl brúkt, og høvdinum bagir einki. Kortini fær hann einki vanligt arbeiði og noyðist at liva av fyritíðarpensjón. Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti. sigur, at tað er altíð jaligt at kenna tann, tú selur til í hesum førinum Tjaldur. Hóast alingin minkar, hvørva kortini kki úr roknskapinum, tí Bakkafrost keypir væntandi meginpartin av laksinum hjá Faroe Farming. Bakkafrost hevur aðalfund í dag, og avgjørt er at gjalda 49 milliónir krónur í vinningsbýti til partaeigararnar. Vinningurin í 2011 var 788 milliónir, eftir at vinningsbýtið er goldið. Tjaldur eigur nú 51 prosent av alifyritøkuni í Suðuroynni. Við søluni av Faroe Faming eigur Bakkafrost eigur 46 prosent av øllum aliloyvum í Føroyum. Í dag hoyra vit sætta part av bókini Kári og serliðið . Trine Bundsgaard skrivaði, Jenny Johannesen týddi. Bókadeild Føroya Lærarafelag og Nám góvu út í 2011 Landsstýrismaðurin í mentamálum handaði í dag á sjálvum móðurmálsdegnum, Høgna Djurhuus, tíðindamanni, ársins Móðurmálsvirðisløn. Virðislønina fekk Høgni Djurhuus fyri mongu hittinorðaðu klummurnar, hann hevur skrivað seinastu árini. 250 dómarar mettu í gjár, at Jan Thomsen, bóndi á Eiði, eigur best smakkandi turra kjøtið í Føroyum. Her greiðir hann frá, hví júst hansara kjøt smakkar so væl. Pál er ikki einasta føroyska íkastið, tá Olympisku leikirnar verða hildnar í London í summar. Katrin verður eisini við. Og Katrin fekk navn í gjár. Tað er nevniliga spildurnýggi OL báturin, sum tær báðar Julianne Elander Rasmussen og Anne Lolk skulu rógva við, tá tær kappast í lættvekt dupultskollaranum hjá kvinnum. Báturin eitur eftir føroyska rógvaranum Katrin Olsen, sum var við til dópin við Bagsværd Sø í gjár, og sumbáðir donsku rógvararnir hávirða tí hon hevur hjálpt teimum bæði so og so. Nema, sum hevur havt undirskot síðani 2008, minkar um lønarútreiðslurnar. 1.februar fóru tey umleið 120 starvsfólkini fyritøkuni, sum millum annað fevnir um lýsingar og KT virksemi, KT menning og sølu av innbúgvi, í miðal fimm prosent niður í løn. Í 2008 var undirskotið slakar 16 milliónir krónur. Í 2009 góðar 11 milliónir krónur. Í 2010 smáar tríggjar milliónir krónur. Roknskapurin fyri í fjør er ikki kunngjørdur enn. Hoyr samrøðuna við Christian Nagata, stjóri í Nema her. Vores færøske ven . Donsku viðmerkjararnir hava fingið ein nýggja vin. Hann eitur Pál Joensen. Orsøkin er avrikið á Danish Open í gjár, tá Pál Joensen sum tann seinasti helst tryggjaði danska stafettliðnum í 4 x 200 metur frí eitt pláss til Olympisku Leikirnar í London í summar. Leingi var annars líkt til, at liðið ikki fór at megna kravtíðina, sum er sett. Teir báðir fyrstu svimjarnir, Mads Glæsner og Daniel Skaaning, løgdu hvør í sínum lagi ov hart út, og mistu tíð seinastu metrarnar. Triði svimjarin, Anders Lie megnaði at halda ta tíð, hann svam dagin fyri. Nei, tað sá einki út. Donsku viðmerkjararnir høvdu mist vónina. Men so leyp Pál í hylin. Øll svimjingin kann síggjast her Í dag hava vit eina x factor kringlu. Vit eru í Norðurlandahúsinum, tá ið Sveinur sang og undirhelt leygardagin 17.mars. Vit práta við børn, Jákup Paula, beiggja Svein og so práta vit eisini við Svein. Síðani ger Tóra í Stórustovu eitt innslag um fimm teir bestu sangirnir í x factor. Næmingarnir í Fuglarfjarðar skúla skulu helst til umroynd í teldupartinum av Pisa kanningini. So stórir teldutrupulleikar vóru í sambandi við royndina, at skúlastjórin, Vagn Foldbo, metti, at úrslitið var óbrúkiligt. Støða skal nú takast til, um næmingarnir skulu til umroynd , sigur Claus Reistrup, deildarleiðari á Skúladeildini í Mentamálaráðnum. Sjóborg er eitt av heimsins fremstu skipum til frálandavinnuna, sigur Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í felagnum. Sjóborg kostar 370 milliónir krónur, og tá fjórða skipið verður latið í summar, hevur Supply Service gjørt íløgur í frálandaskip fyri tilsamans 1,2 milliardir krónur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, sigur, at almenni bygnaðurin verður ein heilt annar um fimm ár. Nakrar framskrivingar verða í játtanarkarminum, men boðskapurin er greiður Samanleggingar, rasjonaliseringar og færri almenn størv eru tilfar, sum eru farin í pottin. Bjørt Samuelsen sigur, at sum myndugleiki á økinum er tað fremsta uppgávan hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni at halda ásetingarnar í alilóggávuni. Løgtingskvinnan vil hava eina frágreiðing frá landsstýrismanninum í vinnu og alimálum. Fleiri búskapir í Evropa eru enn illa sperdir av stórari skuld og lágum vøkstri. Men í Føroyum eru vit hampuliga væl fyri, tí vit hava enn eina nettoogn mótvegis útlandinum. Støðan kann tó skjótt broytast, um vit ikki gera neyðugar tillagingar, siga Johnny í Grótinum, pensjónsstjóri í BankNordik og Sigurð Poulsen, stjóri í Landsbankanum. Uttanríkistænastan kunnar í dag føroysku útflutningsvinnina um avleiðingarnar, sum kunnu standast av, at ES setur revsitiltøk í verk móti Føroyum. Hoyr samrøðu við Gunnar Holm Jacobsen, sendimann í Brússel, í útvarpstíðindunum. Leygarkvøldið var finalan í árligu Sement tónleikakappingini í Perluni i Havn. Tað er fjóðra árið, at ungdómshúsið Margarin Fabrikkin í Havn skipar fyri Sement. Endamálið er at finna Føroya feitasta nýggja tónleikabólk ella einstakling. 25 bólkar og einstaklingar luttók í undanumførunum, sjey høvdu spælt seg í finaluna. Uni Leitisstein Hansen var til finaluna í Sement 2012 og skattaði dýpið á føroyskan tónleikapallin. Í dag hoyra vit fimta part av søguni Kári og serliðið Trine Bundsgaard skrivaði og Jenny Johannesen týddi. Bókadeild Føroya Lærarafelag og Nám góvu út í 2011 Annar 9. flokkur í Skúlanum við Ósánna í Klaksvík slapp ikki til Pisa roynd í morgun, tí eingi royndarhefti vóru til flokkin Claus Reistrup, fulltrúi í Mentamálaráðnum, harmast. Mistakið varð gjørt í Danmark, men vit hava eisini ábyrgd, sigur hann. Teir 24 næmingarnir í Skúlanum við Ósánna, sum ikki sluppu til Pisa roynd í dag, skulu í staðin til hesa royndina fríggjadagin 30. mars. Hann er settur í starv sum bókavørður í Runavík. At verða býarbókavørður í høvuðsstaðnum var eitt dreymastarv, men persónlig viðurskifti gera, at Svend Højgaard hevur tikið av starvinum í Runavík. Fíggjarligu atlitini hjá Bakkafrosti viga tyngri enn avmarkingarnar í alilóggávuni. Tað viðgongur Bárður Enni, stjóri á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, sum hevur givið alirisanum longda freist at selja burtur av sínum aliloyvum. Men hvussu nógv freistin er longd, verður hildið loyniligt. Niels Winther, formaður í stýrinum fyri Handilsskúlan, sigur, at málið verður fyrireikað saman við advokati. Er nakað goldið út av órøttum, hevur stýrið skyldu til at krevja peningin aftur. Og tað fer stýrið eisini at gera, sigur hann. Reidar Nónfjall, fyrrverandi handilsskúlastjóri, hevur sagt, at hann rindar ikki eitt oyra aftur. Fyrr skal hann dragast í rættin, sigur Reidar Nónfjall. Hoyr samrøðu við Niels Winther, stýrisformann, í útvarpstíðindunum. Síðan svimjihylurin í Havn lat upp í 1982, hevur Sverri Mortensen av Argjum verið dagligur gestur í hylinum. Nú hann er 90 ára gamal, svimur hann bert mánadag, týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag. Leygardag og sunnudag, vil hann hava frí, sigur Sverre Mortensen Ráðharraráðið í ES bíðar í løtuni eftir eini løgfrøðiligari meting av uppskotinum um revsiheimild. Fleiri ráðharrar í ES hava tó longu boðað frá, at teir taka undir við víðgongda uppskotinum um at seta bann fyri fiskavørum úr Føroyum. Bakkafrost hevur fingið longt freistina at selja tvey av sínum aliloyvum, sum alimyndugleikarnir høvdu álagt Bakkafrost at selja. Tá Bakkafrost keypti Havsbrún í fjør summar, átti føroyski alirisin meira enn 50 prosent av øllum aliloyvum á føroysku firðunum, og tað er brot á løgtingslógina um at ala fisk. Í dag hoyra vit fjórða part av søguni Kári og serliðið . Trine Bundsgaard skrivaði og Jenny Johannesen týddi. Bókadeild Føroya Lærarafelag og Nám góvu út í 2011 Eitt ferðalag við umleið 100 føroyingum er farið til Hamburg at vera v ið í hátíðarhaldinum, sum verður í einum av hangarunum hjá Airbus í floghavnini í Hamburg fyrrapartin í morgin, tá flogfarið verður latið føroyingum. Í ferðalagnum eru millum annað løgmaður og trý landsstýrisfólk, umboð fyri miðlarnar og bæði fyrrverandi og núverandi flogskiparar hjá Atlantsflogi. Hoyr samrøðu við Sámal Danielsen í útvarpstíðindunum. Hví skulu vit eta fullkorn hvønn dag Kostfrøðingur kemur at greiða frá. Jú hægri løn og jú fleiri born, jú meira rennir tú Soleiðis sigur ein nýggj donsk kanning millum annað hjá Idrættens Analyseinstitut. Og so sleppa 4 hepnir FIT lurtarar við í eina 8 vikur langa lívstílsbroyting, við hjálp frá persónligum venjarum, fitness instruktørum og matserfrøðingi. Løgtingið viðger í hesum døgum eitt uppskot frá Tjóðveldi um at skipa eitt barnaumboð undir Løgtingsins Umboðsmanni. Oddbjørg Balle, leiðari á Barnaverndarstovuni, tekur væl ímóti uppskotinum. Hon vr gestur í morgunsendingini hjá Útvarpinum. Sigurð í Jákupsstovu, rektari, heldur, at ein møguleiki er, at stuðulin, sum hesir næmingar hava fingið í fólkaskúlanum og á miðnámi, heldur fram á Setrinum. Í lógaruppskotinum um broytingar í lógini fyri Fróðskaparsetrið, sum løgtingið viðger í hesum døgum, hevur Setrið fingið álagt at bera kostnaðin. Tryggingarfelagið Lív heldur fram sum alment felag, ella sum eitt felag, har tryggingartakararnir eiga felagið saman við tí almenna, ella onkrum privatum. Tað sigur Johan Dahl, landsstýrismaður, eftir at BankNordik hevur gjørt av ikki at keypa helvtina av LÍV, sum avtala varð gjørd um í mai í fjør. BankNordik og Vinnumálaráðið eru í dag komin ásamt, at BankNordik keypir ikki helvtina av L Igrave V fyri 35 mo. krónur, sum ætlanin annars var. Fortreytirnar eru broyttar, millum annað tí pensjónirnar nú verð skattaðar við inngjald. sigur John Rajani, stjóri í BankNordik. Hoyr samrøðu við hann í útvarpstíðindunum. Í dag hoyra vit triðja part av søguni Kári og serliðið . Trine Bundsgaard skrivaði og Jenny Johannesen týddi. Bókadeild Føroya Lærarafelag og Nám góvu út í 2011 Janus Petersen, forstjóri í BankNordik, sigur, at talan í flestu førum er um dupultfunksjónir. Ársroknskapurin í fjør vísti 31 milliónir krónur í avlopi fyri skatt. Árið fyri var úrslitið 416 milliónir krónur Av øðrum hendingum, ið verða umrøddar, eru eitt nú sakarmálið móti Maxim og Rio Bravo, arbeiðið við nýggjari rúsdrekkalóg, arbeiðsloysi, Nicolaj Popov, ið flýggjar av russiska skipinum Sevryba, og Flógvakríggið. Guðrið Andorsdóttir, stjóri á Ílegusavninum, sigur, at hetta gevur nógv størri møguleikar fyri at granska í sálarsjúkum og brekum. Granskingin er longu byrjað. Fimm granskingarstovnar eru við í verkætlanini, sum fekk játtað 121 milliónir frá Lundbeck grunninum í gjár. Teir eru Statens Seruminstitut, Beijing Genomics Institute BGI , deCode Genetics í Íslandi og Ílegusavnið í Føroyum. Málráðið fer at gera niðurstøður í málspurningum, og hesum niðurstøðum hava allir almennir myndugleikar, harundir skúlar og almennir stovnar, bæði á bygd og í bý, skyldu at fylgja. Tað hava teir ikki í dag. Paralympic Games verða í London í heyst, men áðrenn tað skal olympiski kyndilin rennast langa leið. Í Arabisku Emiratunum varð eisini runnið. Har nýttu tey ein krystall kyndil, og Havnakvinnan Thurid Samró, var ein teirra, sum rann við kyndlinum. Thurid Samró var í sendingini Góðan Morgun Føroyar og greiddi frá. Í dag hoyra vit annan part av søguni Kári og serliðið . Trine Bundsgaard skrivaði og Jenny Johannesen týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærarafelag og Nám góvu út í 2011 44 ára gamla Unn Mortensen hevur menningartarn. Hon býr í egnari íbúð í Berjabrekku í Havn, arbeiðir í eini vøggustovu og gongur til ítriv í frítíðini. 12 landsstýrismenn í 11 ár. Tann stóra útskiftingin hevur gjørt arbeiðið hjá Listafólkasambandi Føroya truplari enn annars, sigur Oddfríður Marni Rasmussen í samrøðu við morgunsendingina. Tað var sum at berjast móti vindmyllum. Hetta hava verið 11 strævin men lærurík ár, sigur hann. Heldur óskipaði fiskiskapurin fram næsta ár, er vandi á ferð, tí tá kann gýtingarstovnurin fara niður um vandamarkið. Longu nú ber til at siga, at fiskiskapurin er ikki burðardyggur, sigur Jan Arge Jacobsen, fiskifrøðingur og deildarleiðari á Havstovuni Vánaliga úrslitið av fyrstu Pisakanningini í 2006 hevur kollvelt fólkaskúlan, halda Rannvá Skeel Johannesen, lærari, og Claus Reistrup, fulltrúi á Skúladeildini í Mentamálaráðnum. Bogi Mortensen, stjóri á Strandferðsluni, staðfestir, at mongu trupulleikar á farleiðini um fjørðin styggja bæði ferðafólk og bilar. Teistin verður umvældur seinni í ár, og hetta fer væntandi at bøta um hagtølini á Sandoyarleiðini, sigur strandferðslustjórin. 14. februar í ár høvdu Silvurlýn, sum er 89, og 90 ára gamli Hans, vanliga nevndur Hasse, Johannesen í Kollafirði jarnbrúdleypsdag. Tað merkir, at tey hava verið gift í 70 ár. Saman eiga tey fýra børn, 12 barnabørn, 29 langommu og abbabørn og átta oldurommu og abbabørn. Morgunsendingin hitti tey bæði í Homrum í Kollafirði til eitt prát. ANC varð stovnað fyri hundrað árum síðan til at stríðast fyri frælsi teirra svørtu. Oddamaður í frælsisstríðnum var Nelson Mandela. Mandela, ið gjørdist fyrsti svarti forseti í Suðurafrika í 1994, hevur avrikað meira enn tey flestu í stríðnum móti rasismu hann hevur havt og hevur framvegis kveikjandi ávirkan víða um heimin. Føroyska filmsvinnan er í menning. Tvey fesk dømi um hetta eru, at seinastu mánaðirnar hava ikki færri enn tveir ungir filmslistamenn fingið heiður og viðurkenning fyri teirra arbeiðið. Fyrst var tað skopuningurin Sakaris Stórá, sum fekk virðisløn landsins til ungt listafólk. Og herfyri fekk filmsleikstjórin, Anton Petersen gávugóðs Thorvalds av Steinum. Eisini politiskt verða eyguni nú vend ímóti filmslistini. Tjóðveldi legði fyrr í vikuni eitt uppskot fram, har meiri peningur verður latin Mentanargrunninum við tí fyri eyga, at grunnurin framyvir eisini kann verða við til at fíggja filmslist. Afturvendandi fyri tey, ið fáast við film er ofta, at tað fyri tað mesta verður gjørt egnum áhuga, tí tað er torført at fáa fígging. Hoyr prát við Bjarka Thomsen og Lív Mortensen, sum bæði leggja seinastu hond á hvør sín stuttfilm. Eisini tosa vit við filmsmannin, Jákup Veyhe, sum herfyri var við til at seta ein filmsgrunn á stovn. Í dag hoyra vit fyrsta part av søguni Kári og serliðið Tove Bundsgaard skrivaði, Jenny Johannesen týddi, Bókadeild Føroya Lærarafelag og Nám góvu út í 2011. Finnur Hansen ger ljóðmyndina. Hjálmar Dam lesur, Kári Sólstein er pápin, Andreas Giehm er Kári, Jóannes Lamhauge er lærari Karin Kjølbro stillaði ikki upp aftur til løgtingið í 1990. Tá hevði hon verið løgtingskvinna í 12 ár. Hóast tíðin stundum var hørð, hevði hon ikki viljað verið hana fyriuttan. Nú fór hon fyrst undir eina alkologútbúgving í Danmark og síðani aftur í starv hjá Kriminalforsorgini í Føroyum, har hon er enn. Sjálvt um tað í Føroyum kann vera ringt at merkja várið, so er várið altso komið, ella, tað stendur í øllum førum í kalendaranum. Hvussu er at vera blómubindari Tá hevur tú blómur runt um teg árið runt. Ein av dómararnum var Birgir Kruse, sum í hesum sambandi hevur tikið stig til, at Móðurmálsvirðislønin í ár skal varpa serligt ljós á málið í miðlunum. Eisini stóru miðlarnir Dimmalætting, Sosialurin og Kringvarp Føroya eru við til at skipa fyri Móðurmálsvirðislønini. Í útvarpsstovuni at kjakast um týdningin av góðum máli í miðlunum eru Eirikur Lindenskov, ábyrgdarblaðstjóri á Sosialinum, Brynhild Thomsen, blaðstjóri á Dimmalætting og Birgir Kruse, ritstjóri á Námi. Er pressan vorðin ov nærgangandi ella eru politikarar vorðnir ov erkvisnir Seinastu tíðina hava vit sæð fleiri dømi um, at politikarar alment finnast hvassliga at pressuni. Tá spurningurin um til dømis gegni hjá fyrrverandi landsstýrismanninum í fiskimálum leikaði harðast á, vildi fleiri politikarar vera við, at tað var pressan, sum hevði blást málið upp til ein trupulleika, sum tað í grundini ongantíð var. Í vikuni langaði løgmaður út eftir Sosialinum á Facebook, har hann skrivaði, at hann kendi seg úthongdan og niðurgjørdan í oddagreinunum í blaðnum. Seinni sama dag endurgav Vágaportalurin løgmann fyri at siga, at miðlarnir ofta eru ósakligir og liggja eftir fólki. Í útvarpsstovuna at kjakast um evnið, eru Beintu Løwe Jacobsen, journalistur á tíðindadeildini í Kringvarpinum, og Tróndur Djurhuus, vinnurekandi, varatingmaður fyri Framsókn og fyrrverandi journalistur og sjónvarpsstjóri. Hvørt fríggjakvøld er sjónvarpssendingin MÆLT á skránni. Sendingin varð send fyrstu ferð síðsta fríggjakvøld, og vit ummæla sendingina. Hetta skrivar hann í oddagrein í Dimmalætting. Orsøkin var, at tað var komið fram, at Kringvarp Føroya hevði latið politiið hugt politiisendingarnar 14 48 ígjøgnum, áðrenn tær vóru sendar. Hetta metir ábyrgdarblaðstjórin vera so álvarsligt, at spurningurin er, um ikki Kringvarp Føroya á hendan hátt er í ferð við at undirgrava sjálvt pressufrælsið. Árna Gregersen, ábyrgdarblaðstjóri á Dimmalætting og Anniku Mittún Jacobsen, Stjóri í Kringvarpi Føroya kjakast um evnið í útvarpsstovuni. Herfyri var høvuðssøgan í tíðindasendingini hjá útvarpinum, at aðalstjórin í vinnumálaráðnum var tikin fyri at koyra fullur, eftir at hann hevði rent á ein garð og síðani rýmdi frá staðnum. Dagin eftir prýddi sama søga forsíðuna á Dimmalætting við yvirskriftini Ávirkaður aðalstjóri rendi á og stakk av Rættiligt kjak tók seg skjótt upp á Facebook, har onkur helt tað verða bæði ósømiligt og óneyðugt av miðlunum at blása eina slíka søgu út um allar geilar. Hvønn almennan áhuga hevur ein slík søga, vildu fleiri fegin vita Í útvarpsstovuni eru Árna Gregersen, ábyrgdarblaðstjóri á Dimmalætting og Jón Brian Hvidtfeldt, journalistur og fyrrverandi tíðindaleiðari í Kringvarpinum og kjakast um evnið. Á fundinum var eisini Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum. Mette Gjærskov fekk aftur at vita, at føroysku stuðulin til stjórnina er ikki treytaleysur. Tað er greitt, at handilsforðingar verða settar í verk ímóti Føroyum, men nú verður roynt at avmarka tær so nógv sum gjørligt. Floksformaðurin væntar ikki, at tað verður so dýrt at kanna prísirnar, men Bill Justinussen sigur, at ein slík kanning fer at kosta milliónir, og tær skulu fíggjast Í Føroyum er dýrt at liva. Tað eru tey flestu samd um, og tað fortelja tølini okkum eisini. Vørurnar sum vit eru bundin av, tað verið seg klæðir, býli, olja, streymur ella matur bara dýrka og inntøkurnar fylgja ikki við, so fólk kenna seg alt meira kroyst. Samstundis liva vit í Føroyum eisini í eini broytingartíð, har tað gamla føroyska hetta at fólk løgdu eitt ávíst inn sjálvi av mati fiski, grind, fugli og øðrum broytist, tí alsamt fleiri avmarkingar koma. Grindin er ikki mannaføði, avmarkingar eru á útróðrinum, og kanska røkkur tíðin heldur ikki til hjá teimum sum í dag eru ung og nýliga hava sett føtur undir egið borð. Kvinnurnar taka boðskapin um gáloysni í ferðsluni betur til sín enn menn. Tað vísir eftirmetingin av átakinum sum Ráðið fyri Ferðslutrygd og Tryggingarfelagið Føroyar skipaðu fyri í januar og februar mánað. Tvær Gallup kanningar vórðu gjørdar ein áðrenn og ein aftaná átakið og úrslitið vísir greitt, at tað er ein munandi broyting í hugburði og atburði í føroysku ferðsluni. Kanningar vísa eisini, at gáloysni er orsøk til 3. hvørja ferðsluvanlukku, so hetta var eitt kærkomið átæk, kann sigast. Tórshavnar Manskór luttekur á stórari Manskórstevnu, sum verður í Estlandi í juni. Eisini hevur kórið 25 ár á baki í hesum døgum, og í tí sambandi hava teir konsert um vikuskiftið, og tann konsertin verður hildin á Skipasmiðjuni í Havn. Ridluskriði er sjúka, sum setur seg í heilan á seyði. Seyðurin fær illa gingið og dettur. Eisini hevur seyðurin herviligan kláa. Ullin dettur av, og skinnið verður sárut, sum seyðurin skriðar sær. Tey, sum hava illgruna um, at seyður kann hava ridluskriða, eiga at boða landsdjóralæknanum frá. Fýra evni eru í In Mente hesaferð. Gestir í sendingini eru Rasmus á Rógvu, Guðjón Pedersen, sum setur nýggjan leik upp á Tjóðpallinum, Hanus Kamban, sum ummælir føroyskar Poe týðingar, og Árni Dahl um nýggjar útgávur hjá forlagnum Fannir. Stjórin í Vinnuhúsinum undrast á, at málið kemur fram júst nú, tí í mong ár hevur verið roynt at fáa útlendingar at gera íløgur í Føroyum. Árni Gregersen, ábyrgdarblaðstjóri á Dimmalætting, var í útvarpsstovuni og gjørdi viðmerkingar til fráboðanina hjá Jacobi Vestergaard, landsstyrismanni, um at eingin útlendingur skal eiga í føroysku fiskivinnuni í 2018. Semja er ikki um fráboðanina, sum Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, kom við í gjár. Málið er ikki viðgjørt í samgonguflokkunum, og er sostatt ikki búgvið at leggja fram til til politiska viðgerð, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. Sálarfrøðingur greiður frá hvat mindfulness er. Vit royna Body Balance og Pilates og fáa at vita hvat hesar liðvenjingar gera fyri okkara krop, og so spyrja vit persónligan venjara, um tað er nóg mikið at gera Yoga, Pilates ella Body Balance fyri at halda seg sunnan likamliga. Einki yvirlit er yvir útlendskan partapening í føroyskum fiskiskipum, men fer útlendski parturin upp um tey 33 prosentini, kann tað í ringasta føri kosta skipinum veiðiloyvið. Útlendingar sleppa tó framvegis at fíggja føroysk fiskiskip. Ein tvey ára gomul kanning sigur, at áhugin hjá føroyskum reiðarum at fáa útlendingar uppí er lítil. Eitt foreldur spyr, um tað er rætt, at børn í 11, 12 og 13 ára aldri, sleppa at síggja sjónvarpsrøðir, har tað verður drukkið, fólk eru sexuelt saman við fleiri, og nógv ókvæmisorð verða brúkt. Nei, heldur heilsufrøðingurin Bjørghild Djurhuus. Foreldur áttu heldur at funnið okkurt annað at gjørt saman við børnunum, so tey ikki seta seg at hyggja. Hoyr svarið her Turbulens ávaringarskipanin varð sett upp fyri at gera tað tryggari at flúgva upp á Vágar, sigur Torbjørn Ancher, samskiftisstjóri hjá donsku loftferðslumyndugleikunum. Myndugleikarnir eru sjálvandi til reiðar at eftirmeta skipanina og rætta hana, sigur hann. Leikurin er bygdur á ævintýrið hjá Charles Perrault 1628 1703 Le chat bott Køtturin í stivlum . Hetta er eitt heldur óvanligt ævintýr Revurin bæði lýgur, lumpar og hóttir, men kortini er hann hetjan og seymikonudótturin skal onki annað gera fyri at vinna ríkidømi og kongssonin, enn hava álit á revinum. Ævintýrið vísir, at tað ber til at yvirliva og eydnast í lívinum, hóast útlitini eru vánalig børn, sum jú ikki kunnu gera stórt at ávirka umhvørvi sítt, og ofta verða vónsvikin av miseydnaðum royndum, kunnu kenna ugga í slíkari søgu. Tað loysir seg, at varnast tær smáu gerðirnar Landsstýrið ætlar, at í seinasta lagi 1. januar í 2018 skal allur partapeningur í føroyskum fiskiskipum vera á føroyskum hondum. Hetta er skammiligt, og eg ræðist, sigur Hanus Hansen, stjóri í JFK troli, sum hevur arbeitt nógv saman við útlendingum, ið hava sett pening í føroyska vinnu. Av øðrum hendingum, ið verða umrøddar, eru eitt nú at nýggja telefonuppboðssølan hjá Lønjavningargrunninum fer at virka, innbrotið á deildini hjá Føroya Sparikassa í Skopun, eldurin í Faroe Marine í Hvalvík, fløgan Amnesty tónar, og at grasvøllurin á Svangaskarði alment verður tikin í nýtslu. Løgtingið tekur væl ímóti uppskotinum at broyta arbeiðsmarknaðin, so hann betur tekur sær av teimum, ið hava skerdan førleika. Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, vísir á, at hesaferð er eitt danskt uppskot ikki avritað. Støðan er tann, at vit eru framman fyri danir. Lógin hevur verið leingi ávegis, og fleiri flokkar og nógv embætisfólk eiga sín leiklut, sigur landsstýriskvinnan. Forðingin situr millum oyruni Tað var ein av boðskapunum tá Charlotte Juul, kvinnuligur íverksetari, tosaði fyri fullsettum sali á fundi, sum Íverksetarahúsið skipaði fyri í vikuni sum fór. Nógvar føroyskar kvinnur vóru og lýddu á royndirnar hjá Charlotte, hvørs royndir altso eru, at tað eru ikki so nógvar forðingar, at fara í gongd, sum vit billa okkum inn. Tað var sum nevnt Íverksetarahúsið sum skipaði fyri tiltakinum, Kitty May Ellefsen er forkvinna har, og hon var í Morgunsendingini og greiddi frá. ÍMorgunsendingin tosar við Sámal Bláhamar, fyriskipara, og Nicolinu Beder, sum hevur bundið í mong ár. Harumfrat eru Jónfríð Venned og Mary Anthonsdóttir, ið báðar eru í bindiklubbum, í útvarpsstovuni Stýrið fyri skúlan fer at hava fund við advokat um støðuna fríggjadagin. Eisini stýrið fyri Handilsskúlan hevur fingið boð úr Fíggjarmálaráðnum um, at fyrrverandi stjórin skal rinda pening aftur eina hálva millión krónur. Er samgonguni lív lagað í heila tikið og hvussu verður arbeiðslagið eftir seinastu útmeldingarnar um ríkisstuðul og tilfeingisgjald, hvør er rættsiktaður ella ikki, og so var jú eisini ein veljarakanning, sum leggur trýst á flokkarnar, og sum kann fáa samstarvið at gresja. Ella vita tey kanska akkurát, hvat tey gera í Tinganesi Vit hava áður sæð, at tað sum sær út til at vera ein stór ósemja, ja tað fellur alt uppá pláss í tólvta tíma, og so er alt bara aftur sum tað var. Sólbjørg Símunarson, sjúkrarøktarfrøðingur, handaði landsstýrismanninum undirskriftirnar. Málið hevur skund, sigur hon, tí tað kann fáa álvarsligar avleiðingar fyri sjúklingarnar, um ongin giktalækni kemur aftur í starv í Føroyum alt fyri eitt. Karsten Hansen, landsstýrismaður, lovar, at ein loysn verður funnin heilt skjótt. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Mvg eftirstøðan í løtuni er 114 milliónir krónur Sambært uppskotinum hjá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, kunnu fyritøkur og persónar í mesta lagi skylda mvg í eitt ár, áðrenn Taks ger bart. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Gestur í morgunrøddini í morgun er danski journalisturin Martin Breum, sum hevur stóran áhuga fyri Arktis og fyri hvørji árin veðurlagsbroytingar hava fyri Norðpólin, og tey sum vara av honum. Í fjør kom út bókin N r Isen Forsvinder sum Martin Breum hevur skrivað, har hann viðgerð stórpolitisku, búskaparligu og hernaðarligu avleiðingarnar av at ísurin bráðnar við Norðpólin og Arktis. Martin Breum er í Føroyum í samband við ein fyrilestur, sum hann heldur í Norðurlandahúsinum í kvøld um hetta sama evni. Í Danmark hava allar barnakonur í nøkur ár fingið tilboð um sonevndar nakkalegdskanningar, ið tíðliga í burðartíðini kunnu geva ábending, um fostrið hevur Downs Syndrom. Tað hevur havt við sær, at nógv færri børn við Downs Syndromi verða fødd í Danmark. Hoyr innslag i útvarpstíðindunum og Geyman, sum verður sendur klokkan 17.05. Atlantsflog heldur ikki, at skipanin er álítandi, men Henrik Børgesen, stjóri í flogtorninum, sigur, at hon bøtir um trygdina, tí flogskiparar verða ongantíð trýstir at lenda. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Suðuroyar Ítróttardepil avgjørdi á kreppufundi í gjár at venda aftur til upprunaligu byggiætlanina og fylgja ásetingunum hjá FSF um vallarmát. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Hesa vikuna er evnið fuglar. Vit leggja fyri at hoyra um grækarismessu, um tjaldrið sum tjóðfugl. Eva Gunnarstein greiðir frá og Rósa Lín Sigurstein heldur grækarismessurøðu. Eisini fer Njál at greiða frá morgunsangi Tað var Vága Dansifelag sum skipaði fyri Grækarismessu haldi í Miðvági. Haldið var við standmyndina av Mikkjali á Ryggi. Áftana var opið í Beitinum, har Mikkjal á Ryggi varð føddur og vaks upp, har Dansifelagið bjóðaði kaffi og smákøkur. Røðan sum Hans Jørgensen helt Tungi, myrki veturin er ringur at koma ígjøgnum hjá fleiri okkara. Myrkur, stormur, regn, vátaslettingur, avlýsingar og mangt annað keðiligt liggur fremst í huganum. Alt hetta hevur svartskygni, neiligan hugburð og tunglyndi við sær hjá summum. Tú sært onkran stara standa og húka onkustaðni og eina kuldakráku her og har. Men so kemur grækarismessa. Ljósið vinnur á myrkrinum. Sirmið avloysir kavarokið. Kuldakrákan er ikki longur kuldakráka, stararnir flúgva lættligari. Avlýsingarnar vegna veður fækkast. Flytifuglurin tímir nú aftur at koma til okkum heim frá ókendum, fjarskotnum londum og bera okkum boð um ein ljósari dag, at nú er skjótt summar í hondum , kvøður Jákup Dahl, próstur um tjaldrið. Aftur birtist lív á landi Eg sá tjaldursflokk á sandi, og eg mátti flóna við sitandi á øðrum beini titandi á fjørusteini lótu tey sítt gamla kli. Grækarismessa og tjaldrið skal geva okkum lívsmótið aftur og bera okkum longur fram á leið. Lyfta okkum úr dýpinum og aftur á vónarinnar veingir. Í Miðvági var bara ein Grækaris. Tá tú sum barn hoyrdi um grækarismessu og tjaldrið, so komst tú at hugsa um Grækaris henda prúða mannin á Ryggi. At hann skuldi vera ímyndin av sumri og sól kann kanska tykjast løgið, men soleiðis kann ymiskt venda í einum barna sinni. Men grækarismessa er til minnis um tann tiltikna pávan, Gregorius hin Mikla. Hann doyði 12. mars í 604. Hann skal hava fingið í lag gregorianska kirkjusongin, sum køn fólk halda, at tey føroysku kingoløgini eru sprottin av. Eg haldi, at vit kunnu brúka hetta høvið at hyggja aftur um bak, men ikki minni at hyggja frameftir. Síggja stóru møguleikarnar og samstundis leggja okkum í geyma, hvussu meistaraliga vit hava megnað at byggja borð fyri báru. Hvørt mansbarn hevur nú høvi at fylgja við veðurvánunum minutt eftir minutt. Flutningsfør á sjógv og landi eru vorðin nógv tryggari, og óráð verða ikki tikin uttan víðari. Grækarismessa eigur, saman við gleðini um, at tjaldrið og hinir flytifuglarnir koma heimaftur, at fáa okkum úr stólinum og undir eina nýggja byrjan. Vit skulu siga við okkum sjálvi, at alt tað góða, sum okkara samfelag og samfeløgini rundan um okkum hava bygt upp, skal lívgast og mennast. Vit eiga at fara inn í kjarnuna og finna tað besta í fólki okkara. Hetta, at vit koma hvørjum øðrum við, at vit varða av hvørjum øðrum og ongantíð gloyma næstan. Hevur tú ikki til breyð á borðið, so hava vit øll gjøgnum almannaverkið samhaldsfast skyldu at metta teg, verður tú sjúkur, hava vit saman gjøgnum heilsuverkið tryggjað, at tú uttan háva fært læknahjálp. Vælferðarsamfelagið er skipað solidariskt. Hvør einstakur okkara er partur av hesum við rættindum og skyldum. Vit gjalda øll til skipanina og fáa aftur frá felagsskapinum í tann mun, okkum tørvar tað. Tjaldrið verjir reiður sítt og annan heiðafugl. Tað verjir tann veikara. Hetta er sera vakurt eyðkenni. Eins og tjaldrið í okkara eygum er vakurt við reinum, vøkrum litum, er hetta ein rein og vøkur hugsan. Í okkara samfelag eru vit ikki sterk ella veik. Í okkara samfelag eigur eginsinnið at jarðast. Strembanin eftir, at øllum verður tryggjaður javnbjóðis rættur at liva og virka við teimum evnum og førleikum, vit fingu í vøggugávu, skal framvegis verða høvuðsmálið. Tignin og virðingin skal ikki ikki tengjast at likamligum ella mentalum førleikum, men at tí menniskjanum, næstanum, sum vit hava fingið í samfelag okkara. Eftir sum okkara Grækaris fekk innivist í hesi røðu, so havi hug at leggja eina fitta søgu aftrat, um at hava næstan í huganum. Grækaris var, sum áður sagt, sera prúður. Seinnu árini bar kroppurin ikki beinini so væl, og tí var sera trupult hjá honum at flyta seg umborð á skipi. Vit báðir vóru saman við Vestfart á sildaveiði seinast í 60árunum. Manningin var ymsastaðni úr oyggjunum. Skiparin av Skipanesi, bestimaðurin av Múla, kokkurin úr Skálafirði, vit báðir Grækaris úr Miðvági og so framvegis. Ikki tykkum at siga, so var dekkið og umstøðurnar umborð á skipi sum Vestfart ikki júst innrættað til fólk, sum høvdu ilt við at flyta seg. Men Grækaris var álitismaður, sum vildi gera sína skyldu sum aðrir menn og ikki minni enn tað. Messan var afturi á skipinum, og lugarið har frammi. Hvønn morgun fór Grækaris á sítt fasta pláss við garnarulluna. Har sat hann alla deksvaktina og gjørdi mandómsverk. Hann hevði ikki førleika at fara í messuna at skaffa saman við manningini, men fekk allar máltíðir bornar út á dekkið. Hetta kalli eg næstakærleika og virðing fyri fólki. Eg haldi framvegis, at vit skulu brúka hesa tíðina, ja, henda dagin, til at byrja av nýggjum. Ikki at blaka alt tað gamla vekk. Men at fara undir annan tátt. Síggja møguleikarnar og leggja forðingarnar afturum okkum. Oluf Palme, sáli, verður ofta siteraður við orðunum at politikkur er at vilja broytingar . Samfelagið broytist alla tíðina, men tað er okkara vilji og ábyrgd at broyta tað til gagns fyri okkum øll. Tað verða framvegis vit, sum mynda samfelagið, bæði tá vit eru virkin, men eisini tá vit óvirkin bara lata standa til. Í Miðvágs kirkju prýðir altartalvan kórið á ein serstakan hátt. Fyri mær er henda talvan veruligi boðskapurin um nýggju byrjanina. Á blóðreyðan dúk hevur Torbjørn Olsen, listamaður, avmyndað frelsaran á krossinum. Henda kollveltingarmannin, sum gjøgnum djúpastu eyðmýktina grundaði nýggju byrjanina . Náðileysa samfelagið varð avtikið, og nýggja samfelagið, har næstakærleiki, fyrigeving og náði gjørdist veruleiki. Myndin er so sigandi, tí listamaðurin fer beinleiðis eftir boðskapinum. Har er einki uttanumtos, eingin grátandi kona, eingin fordømandi rómverji, svíkjandi jødi ella nakað annað, sum so mangan forstýrar. Frelsarin, kongur konganna, Guds sonur hongur ikki á prýðiligum træ, pyntað við fínum áskriftum ella órógvað av øðrum deyðadømdum. Nei, træið er mest at líkna við eitt simpult snóratræ. Sterki reyði liturin fær meg at kenna deyðan, drápið, ræðuleikan, tað dapra, ja, menniskjans óndskap, men samstundis vermir reyði liturin. Hann vekir í mær óavmarkaða kærleikan, sum bert nakni maðurin á simpla trænum kann geva rættu myndina av. Reini boðskapurin um nýggju byrjanina er settur í gullrammu. Hetta gevur okkum fatanina av, at lítillátna myndin kortini er sett í ein hátíðarligan gudbornan karm. Í hválvinum omanfyri krosstræið situr eingilin og verjir neyðardýrið á krossinum, sum so einsamalt má hanga har til háð og spott. Tað er prísurin fyri, at vit menniskju skuldu fáa eina nýggja byrjan. Grækaris Mikli, pávi, var annar og meira tignarligur maður við stórum valdi í síni samtíð. Hann kundi við boðum seta út í kortið, hvussu fólk áttu at hugsa og gera. Natúrina og næstan hava vit hjá okkum alla tíðina alt árið eins og krákuna, ravnin, staran og annan smáfugl. Latið okkum fara væl um hesi. Hava kærleika og umsorgan fyri hvørjum øðrum og ikki umaftur og umaftur júka, at hvør er sær sjálvum næstur. Hetta ber ongan veg, men bert stokkutur hiti sum hjá kellingini. Gloymið heldur ikki flytifuglin. Hann minnir okkum á, at víðskygni er ikki at forsmáa. Vit eiga at tora at hyggja út í heim. Vit eiga at víðka sjónarringin. Men tað krevur samstundis av okkum, at vit leggja tað besta niður í alvar okkara. At ungdómurin eins og flytifuglurin velur at flyta heimaftur, fjølga ættina og ala pisur sínar her hjá okkum. Karin Kjølbro kom av álvara upp í politikk í 1978. Á fyrsta sinni vórðu kvinnur valdar á løgting, og Karin var onnur teirra. Har legði hon til brots við uppskoti um føroyska javnstøðulóg og setti annars sín dám á við mongum øðrum málum. Eitt skifti var hon blaðstjóri á floksblaðnum 14. September. Hesi árini var Karin sera virkin í kvinnumálum og skipaði saman við øðrum fyri mennandi kvinnuskeiðum. Hon var eisini á stórari kvinnuráðstevnu í Nairobi í Kenya. Í dag hoyra vit seinasta part av bókini Nær lættir dimmið . Margaret Davidson skrivaði og Sjúrður Joensen týddi. Páll Danielsen skrivaði Í dag tosa vit um fuglar sum ímynd. Hví verða fuglar brúktir í listini og aðrastaðni. Kinna Poulsen og Edvard Fuglø greiða frá, og børn í 4. flokki í skúlanum á Argjahamri siga sína hugsan Melissa Horn og Anders Petersson, gittaristur, spæla tveir sangir. Eisini verður prátað við tey bæði um eit nú konsertina í Norðurlandahúsinum, íblástur og flogferðina til Føroya Stjórin á Lønardeildini vísir á, at Handilsskúlin og Tekniski skúli í Havn eru undir eftirliti av landsstýrsmanninum. Fíggjarmálaráðið, sum situr við málinum vegna Mentamálaráðið, ið hevur meldað seg ógegnugt at viðgera tað, hevur álagt stýrunum at krevja aftur ávíkavist 495.000 krónur frá Reidari Nónfjall og 45.000 krónur frá Egoni Øregaard. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Hvat er tað sum ger, at vit vera drigin at ávísum menniskjum og er tað munur á, hvat konufólk søkja og hvat mannfólk søkja, tá ið vit leita eftir einum maka. Vit hava spurt føroyingar á gøtuni hvat tey leita eftir og hyggja eftir á einum møguligum maka, og eisini hevur sálarfrøðingurin Súsanna Skaale greitt frá, út frá sálarligari áskoðan, hvat tað er sum liggur aftanfyri, at vit verða áhugaði í summum menniskjum og ikki summum. Súsanna sigur millum annað, at øll menniskju senda ein lukt út, har menniskju so verður dringin av luktinum á ávísum persónum. Uppi á ovastaloftinum, verður prátað um fuglar í dag. Vit hoyra Másin sigur pli pli pli og hvat man søgan hjá SNúta snúgva seg um í dag Hvat løgmaður tosar við danir um á ríkisfundinum í summar, kemur ikki okkum við. Men eg fari í heyst at halda meg til avtaluna í samgonguskjalinum, sigur formaðurin í Fólkaflokkinum. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Avtalurnar við oljufeløgini Maersk og Hess eru galdandi í 15 ár. Virðið á avtalunum fyrstu trý árini er 50 milliónir krónur. Men útreiðslur fylgja eisini við hjá Føroya Tele, sum bindur seg til at knýta fjarskiftiskaðalin til oljupallarnar. Hoyr samrøðu við Kristian Davidsen, stjóra í Føroya Tele, í útvarpstíðindunum. Mynd Syd Arne hjá Hess og øðrum orkufeløgum er annar oljupallurin, sum Føroya Tele skal veita fjarskiftistænastur Havnin í Skopun er ein oyggjahavn, og tí er tað ikki meiri enn rímiligt, at hinar kommunurnar í oynni ella landið eisini hava ábyrgdina av portrinum í havnini, sigur Gerhard Lognberg, borgarstjóri. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Tað kom fram á kjakfundinum um tunnilsgjald, sum var í Klaksvík í gjárkvøldið. Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, vísti á, at tað er dýrt at reka undirsjóvartunlar, og Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, eftirlýsti, hvussu raksturin skal fíggjast. Hann fekk onkur uppskot á fundinum. Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin vilja hava kilogjald, Sambandsflokkurin vil hava okkurt slag av gjaldi, sum gevur landskassanum inntøkur,og Fólkaflokkurin vísir til samgonguskjalið og avtaluna, flokkarnir hava gjørt. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Spurningurin til brúkaraumboðið ljóðar Skalt tú hava fatur á bíligu ferðaseðlunum hjá Atlantic Airways, mást tú vera í góðari tíð. Tað hevur AA altíð, og ger tað framvegis, gjørt nógv burturúr at fortelja viðskiftafólki. Av hesi orsøk, og ongari aðrari, velja vit at keypa nakrar ferðaseðlar í januar, hóast hesir ikki skulu brúkast fyrr enn áleið 4 mánaðir seinni. Nakrar vikur seinni dumpar AA prísin, ma. á somu fráferð, og setur í gongd eina nýggja skipan við ferðaseðlaprísum, har dentur enn einaferð verður lagdur á, at tú framvegis skalt vera í góðari tíð. Hetta viðførdi ma., at ferðaseðlanir vit keyptu fyrst í januar, nakrar vikur seinni kundu keypast fyri yvir 1.000 krónur minni, enn vit hava goldið fyri somu fráferð. Vit sita sjálvandi eftir við eini kenslu av at vera lokka til at vera í góðari tíð, við lyftum ið Atlantic Airways ikki helt. Ograve ansæð hvørjar tillagingar AA nú hevur gjørt, so fingu vit alt annað líka ikki fatur á bíligastu ferðaseðlunum á hesi fráferð. Hvat sigur brúkaraumboðið, er hetta ikki villeiðandi marknaðarføring Andrass Holm Arge, brúkaraumboð, greiðir frá Í forhøllini í Norðurlandahúsinum erður varpað ljós á trý mál, eitt úr Iran, eitt úr Sýria og eitt úr Saudiarabia. Ung í Amnesty fara at savna undirskriftir Tamarhald er fingið á útreiðslunum, men politikararnir mugu fáa landinum fleiri inntøkur. Tað var ein høvuðsboðskapur í seinastu frágreiðingini frá Búskaparráðnum, sum kom fyri eini viku síðani. Onnur átrokandi viðurskifti, sum føroyingar eiga at brúka nógva tíð og orku uppá, er stóra nettofráflytingin, sum má steðgast, pensjónsnýskipanin má setast á lunnar nú, sama er við eini nýskipan innan fiskivinnuna, og í heila tikið má ein ætlan, við breiðari politiskari undirtøku, sum lítir langt fram í tíðina, koma nú, sigur Búskaparráðið. Høgni Hoydal og Jørgen Niclassen kjakaðust. Í Krabbameinsstýrisbólkinum eru Jákup N. Olsen, formaður í Krabbameinsfelagnum, Sigurð Ó. Vang, sjúkrahússtjóri, Bjarni á Steig, yvirlækni, Maria Debess, sjúkrarøktarfrøðingur, Dorrit Beck Joensen, kommunulækni, Høgni D. Joensen, landslækni, Jóhan Poulsen, yvirlækni, Poul Geert Hansen, aðalstjóri, sum er formaður, og Jan Simonsen, deildarstjóri, sum er skrivari. Hoyr samrøðu við Jákup N. Olsen í útvarpstíðindunum. Í gjár avlýsti Teistin nógvar túrar, tí brim var í Skopun.Tá skipið í morgun skuldi fara úr Skopun, fekst portrið ikki upp, og tí slapp Teistin ongan veg. Hetta gongur ikki longur, sigur Brandur Sandoy. Hoyr samrøðu við hann í útvarpstíðindunum. Vagnur Streymoy er nýggjur yrkjari og 5,8 av dupultmorali , sum kom í fjør heyst, er fyrsta savn hansara. Oddfríður M. Rasmussen er harafturímóri royndur yrkjari við fleiri útgávum á baki. Í samrøðu við Oddfríð í sendingini fæst eisini at vita, at hann er farin undir fyrstu skaldsøguna. Løgmaður sigur, at partarnir mýkja støðuna á fleiri økjum, og hann vónar, at Fólkaflokkurin verður við til at krevja eitt gjald frá høvuðsvinnuni. Eitt slíkt gjald verður kravt undir øllum umstøðum, ger hann greitt. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Rodmundur Nielsen, tingmaður hjá Fólkaflokkinm og limur í fíggjarnevndini, segði í Kjakinum í Degi og Viku í gjárkvøldið, at Fólkaflokkurin stuðlar ikki løgmanni, um hann ætlar sær til Danmarkar í heyst eftir størri veiting úr ríkiskassanum. Tað er óheppið, at Rodmunur Nielsen boðar frá hesum sjónarmiði í miðlunum, sigur løgmaður. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. AElig tlanin við faldaranum Umhvørvisvinalig innkeyp kunnu broyta er at geva almennum stovnum og ráðum hug og áræði til at hugsa meira um, hvørjar vørur og tænastur verða keyptar. Sum tann stóri innkeyparin, ið tann almenna skipanin er, kunnu grøn almenn innkeyp flyta marknaðin, og gera tann føroyska marknaðin umhvørvisvinaligari. Tað snýr seg í stóran mun um at seta krøv til vørurnar einfalda ráðið er at keypa vørur, sum eru umhvørvismerktar, serliga við norðurlendska Svananum ella ES Blómuni . Hóast einki umhvørvismerki er á eini føroyskari vøru, kann hon saktans vera umhvørvisvinarlig, millum annað orsakað av, at stuttur vegur er frá framleiðara til brúkara, og gevur tað tí minni flutning. Higartil hevur tilbúgving í Føroyum verið regulerað í Brunalógini frá 1986, og eisini í stóran mun av siðvenju. Men nú verður alt økið lagt í nýtt lógarverk, sum er á veg í Løgtingið. Ein partur av nýggju lógini verður eitt kreppuráð, sum kemur saman tá stórar vanlukkur henda her um okkara leiðir. Vit hava havt Henrik Weihe, stjóra á Tilbúgvingarstovni Føroya, í útvarpsstovuni, at greiða frá um nýggju tilbúgvingarlógina og kreppuráðið. Myllan er brotnað av um tvøran, og veingir og navir hava eisini fingið skaða. Økið og lutir verða tryggjað, og fólk frá tryggingini sýna skaðan. Hoyr samrøðu við Anders Nedergaard, framleiðsluleiðara hjá SEV, í útvarpstíðindunum. Hugnamúsin situr og fær sær kaka um morgunin, og varnast, at alt er ikki sum vanligt í Músadalinum. Hon sær, at mýsnar hava illgrunað um okkurt. Hugnamúsin fær vitjan, og nú skal hon finna útav, hvat er hent við Hvítumús, tí Hvítamús er burtur Nevnast kunnu eisini hendingar sum at nýggi Handilsskúlin á Kambsdali, nýggi bygningurin hjá Fiskirannsóknarstovuni, og nýggi millumbylgjusendarin hjá Útvarpi Føroya verða tiknir í nýtslu. Osmundur Justinussen fær tveir nýggjar trolarar, ið leggja seg eftir betri góðskaðum fiski, eldur er í umborð á Ennibergi, Heldarstindur søkkur, og samgongan millum Fólka , Sambands og Tjóðveldisflokkin slitnar. Noreg beyð føroyingum átta prosent av makrelkvotuni, og 75 prosent kundu fiskast í norskum sjógvi. Makrelurin er meira verdur, tá hann er farin úr føroyskum sjógvi í norskan sjógv. Men hóast stóra misnøgd við føroysku makrelkvotuna, sum eftir norskum tykki er alt ov stór, hevur Noreg onga ætlan um fleiri tiltøk móti Føroyum. Føroyingar sleppa framvegis ikki at landa makrel í Noregi, men annað enn tað verður ikki talan um. Noreg er ikki við í ætlanunum um tiltøk móti Føroyum, sum arbeitt verður við í ES. Tað sigur norski fiskimálaráðharrin, Lisbeth Berg Hansen, í samrøðu við Útvarpið. Tilboðið til føroyingar var átta prosent. sum eru 51.000 tons. Føroysk kvotan, sum varð ásett í síðstu viku, var knappliga 100.000 tons størri. Hoyr samrøðu við Lisbeth Berg Hansen í útvarpstíindunum. Høvið er hendingin, har aðalstjórin í Vinnumálaráðnum, Arne Poulsen, varð avdúkaður at koyra við kenning og rýma av staðnum eftir at hava rent á. Allar flestu fjølmiðlarnir hava viðgjørt hesa hendingina, og hava ikki himprast við at nevna hvør tað var sum rendi á og hvat annars hendi. Men tað hava eisini verið onnur líknandi dømir, og her í Kjaktorginum ætla vit at taka hetta upp í einum breiðari høpi enn bara at viðgera málið um aðalstjóran í Vinnumálaráðnum. Tá vit nú hava í huga tey serligu føroysku viðurskiftini, at Føroyar eru eitt sera lítið land, har øll kenna øll, er tað so rætt at seta navn á viðkomandi í førum sum hesum Hava vit ikki ein heilt serligan sosialan dóm í Føroyum, sum ikki er í størri londum, har tað er lættari at koma uppundan aftur og liva eitt vanligt lív eftir at ein møgulig revsing er liðug Ein sosialan dóm, sum fyri summi kanska er verri enn revsingin sum rætturin setur. Tey sum sóðu sendingarnar Fólksins Rødd í sjónvarpinum minnast kanska tað smílandi og hugagóðu Katrina Kallsberg sum hevði svar uppá fleiri av lívsins stóru spurningum. Katrin er 44 ára gomul, hon er útbúgvin serlækni í kvinnusjúkum og burðarhjálp og starvast á Landssjúkrahúsinum í Havn. Katrin var morgungestur í Góðan Morgun Føroyar. Í høvuðsstaðnum í Etiopia, Adis Abbeba, arbeiðir 21 ára gamla vestmannagentan Ingilín Strøm á einum skúla fyri fátæk børn. Ingilín hevur arbeitt í skúlanum, sum altjóða Reyði Krossur rekur, í tríggjar mánaðar. Vit høvdu Ingilín við okkum umvegis Skype, og vit biðja lurtararnar halda okkum tilgóða at ljóðgóðskan ikki er av tí besta. Vit síggja mangan á eini síðu sum Facebook, at myndir vera nýttar og deildar millum brúkarar. Eisini hava vit upplivað, at umhvørvisfelagsskapir hava viðgjørt myndir úr grindadrápi. Tað eru ymsar lógir, tá tað kemur til rættindir til myndir, sigur Janus í Stórustovu frá Dátueftirlitinum. Til dagligt arbeiðir Meinhard Mikladal við at gera lýsingar fyri enska fótbóltsambandi og í tí sambandi arbeiðir Meinhard eisini tætt saman við ensku fótbóltsstjørnunum. Meinhard sigur, at sjálvt um hetta eru stór nøvn, sum hann sær til dagligt, eru hetta bara heilt vanligir persónar. Meinhard sigur, at tað er ein sera avbjóðandi og áhugaverd tilgongd, frá tí at hugskotini koma, og til ein sær lýsingarnar á veggum og í sjónvarpi, ið ein sjálvur hevur gjørt. Íslendski búskaparfrøðingurin helt fyrilestur á fiskivinnuráðstevnuni í Norðurlandahúsinum fríggjadagin. Íslendskir fiskimenn fingu viðhald við ST mannarættindadómstólin, sum álegði statinum at rinda teimum endurgjald, tí fiskurin er fólksins ogn. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Hugnamúsin ger klárt, tí hon hevur føðingardag. Hon gleðir seg sera nógv, og væntar sær nógvar gestir. Men hvat Tá hon er liðug at baka og pynta, bankar eingin uppá. Ætlar eingin at koma í føðingardag hjá henni Og hvat við øllum køkunum Krista og Eilif Brimheim eru bæði vaksin upp við, at foreldrini drukku. Í dag eru tey gift, hava tvey børn og gera alt fyri at skapa karmar fyri børn síni, sum ikki líkjast umstøðunum, tey sjálv máttu liva undir Børn eru ymisk og tískil er tað týdningarmikið, at teirra tørvur og menningarstøðið verður møtt. Lærarar skulu vera førir fyri at geva tí neyðugu undirvísingina bæði til børn í eru bókliga væl fyri og eisini til børn í hava skrivi og lesitrupulleikar sigur Karolina Matras. Tað eru lærarar í Føroyum, sum hava fingið eina eftirútbúgving á hesum økinum, men tað er tó ikki á øllum skúlum í Føroyum, at serlærarar eru tilknýttir. Tað er týdningarmikið, at børn við skrivi og lesitrupulleikum verða loftaði so tíðliga sum gjørligt, so tað ikki fær avleiðingar, tá børnini eru tilkomin, tí vaksin, ið hava hesar trupulleikar, kunnu hava ilt við at fóta sær í arbeiðslívinum. Karolina Matras sigur, at tað ofta er hesin ófaklærdi bólkur, sum verður raktur, tá eitt samfelag er í fíggjartruppulleikum, og av tí sama sæst tað aftur í almannastovum. Uppgávan varð loyst fyrimyndarliga, og ongantíð var vandi fyri umhvørvisvanlukku, sigur Henrik Weihe Joensen, stjóri á Tilbúgvingarstovninum. Fráboðanin um, at Sunny Lina var farin á land, kom fríggjakvøldið klokkan 21 13, og klokkan 10 12 í gjáramorgunin lá skipið við bryggju við oljukeiina í Klaksvík. Hoyr samrøðu við Henrik Weihe Joensen í útvarpstíðindunum. Reiðarar kunnu hava veiðirættindi í 10 ár, men landskassin eigur á hvørjum ári at fáa pening fyri rætt til at fiska fólksins ogn, heldur hann. Kári Petersen var millum teirra, sum hildu fyrilestur á fiskivinnuráðstevnuni í Norðurlandahúsinum fríggjadagin Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Tað er ein lætti, at maðurin, ið gjørdi seg inn á meg, er handtikin, og hevur játtað seg sekan. Tað sigur 22 ára gamla kvinnan, sum 19 ára gamli maðurin hevur játtað, at hann royndi at neyðtaka við Gundadalshøllina í Havn í juli í fjør. Kvinnan vil vera ónevnd, men útvarpið veit navnið á henni. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Í dagsins samfelag, har familjan í alsamt fleiri førum er samansett av mínum, tínum og okkara børnum, elvir hetta til eina broyting í okkara málburði um familjuna. Foreldur ella børn eru ikki longur bara foreldur ella børn, tey kunnu eisini verða papp og bonus foreldur og børn. Mær dámar hvørki av hesum hugtøkunum og kundi tí hugsa mær at spurt, hvør upprunin er til hesi hugtøk. Um tey finnast bæði í føroyska skrift og talumálið og um tað er nakað annað hugtak, ið kann nýtast Soleiðis skrivar lurtari, og Jógvan í Lon Jacobsen svarar Jensina Finnur ein fótbólt, og Snúti verður vaktur. Tey finna ein sang, og mín sann, um SNúti ikki fortelur eina góða søgu um eina bamsu, ið ongar gaggir átti. Men hvat er tað nú gaggir er fyri nakað Hevru tað nakað við dunnur at gera Miðskeiðis í sekstiárunum fór Karin Kjølbro til Keypmannahavnar at lesa til sosialráðgeva. Eitt skifti var hon í starvsvenjing hjá Trine Bryld á Móðurhjálpini. Í 1969 kom hon í starv hjá Andveikraverndini í Føroyum. Í 1970 stillaði hon upp til løgtingið og var á tingi nakrar dagar fyri Erlend Patursson. Aftur í Danmark fór Karin at starvast á barnadeildini á Glostrup sjúkrahúsi, har kendi politikarin Hanna Reintoft var leiðandi sosialráðgevi. Vit avdúka í dag, hvør vann ársins grýlukapping í Barnaútvarpinum. Eisini hyggja vit framvið Íverksetanardagin, har 6 fólkaskúlar kappast um at vinna Ársins íverksetanarkapping, sum íverksetanarhúsið í Klaksvík hevur skipað fyri, saman við fyritøkum og øðrum. Ein rættur kappingardagur Fýra føroyskar granskingarverkætlanir sleppa væntandi gjøgnum nálareygað. M.a. er ætlanin at granska í sporføri hjá svínum. Føroyar komu upp í granskingarsamstarvið hjá ES í 2010. Hoyr samrøðu við Anniku Sølvará, stjóra í Granskingarráðnum, á myndini, í útvarpstíðindunum Eitt annað hjartamal hjá Katrini Kallsberg er at bøta um heilsuna hjá mannfólki. Níggju ára gamla dótturin fekk Katrina at taka av tilboðnum um at gerast nýggj forkvinna í Javnstøðunevndini. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum Búskaparráðið mælir til at breiðka skattagrundarlagið, men tað verður ikki við ognarskatti, stendur tað til Jørgen Niclasen, landsstýrismann. At seta føtur undir egið borð eigur ikki at verða revsað við einum eykaskatti, sigur hann. Hoyr samrøðu við Jørgen Niclasen í útvarpstíðindunum Blokkurin úr statskassanum er ikki stuðul til einstøk málsøki í Føroyum, men pengar, sum heimastýrið einsamalt ræður fyri. Tað segði danski fíggjarmálaráðharrin, Bjarne Corydon, í fólkatinginum í gjár. Hann svaraði einum spurningi frá Sjúrði Skaale, fólkatingsmanni. Sjúrður Skaale bað eisini ráðharran vátta, at hann, Sjúrður Skaale, ikki royndi at fáa stjórnina at nokta at hækka blokkin, so nógv sum samgongan vildi. Hoyr svarið frá Bjarna Corydon, fíggjarmálaráðharra Keating byrjaði sína yrkisleið í tónleikinum sum fremsta rødd í dreingjabólkinum Boyzone. Síðani 1999 hevur hann latið fleiri fløgur frá sær á egnum beinum Í dag hoyra vit seinasta part av søguni Smáttan hjá Tom . Hetta er ein styttri útgáva av søguni, sum Harriet Stowe skrivaði. Alex Sólstein týddi. Kári Sólstein lesur og leggur ljóðmyndina til rættis Í sendingini hoyra vit um nýggju sjónvarpssendingina MÆLT. Eisini verður kjakast, um tað var ein smeitur fyri pressufrælsið, tá ið Kringvarp Føroya lat løgregluna meta um løgreglusendingarnar 14 48, aðrenn tær vóru sendar Ein lurtari spyr, hví Kristligt Lurtara og Hyggjarafelag ikki situr í stýrinum fyri Kringvarpið Og hví hevur tað almennan áhuga at fortelja, at ein aðalstjóri koyrdi fullur og rýmdi frá einum ferðsluóhappi Talan er um grøna orku, og harafturat sleppur kommunan undan stórum íløgum, sigur hann. Hóast 15 stórar vindmyllur verða settar upp kring Havnina, stúrir Heðin Mortensen ikki fyri, at tær verða til ampa fyri borgararnar. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Einki nýtt er í tí, at tey, sum ætla sær upp í fiskivinnuna, noyðast at keypa sær veiðuloyvi, sigur formaðurin í Búskaparráðnum, Thomas Dam. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Hann sigur, at føroyingar hava kravt sín part av makrelkvotuni, tí føroyingar hava eins góðan rætt at fiska makrel og ES og Noreg hava. Hoyr samrøðu við Jacob Vestergaard í útvarpstíðindunum Morguntingið umrøddi í morgun spurningin, um landið skal gara Eysturoyartunnilin, og um so er, skal hann so fíggja Sandoyartunnilin. Landsverk upplýsir í tíðindaskrivi, at Eysturoyartunniin verður nógv bíligari, um landið letur hann gera. Somuleiðis vísir Landsverk á, at ein Eysturoyartunnil kann fíggja ein Sandoyartunnil. Búskaparráðið mælir til inntøkur, sum fáur ella eingin politikari torir at nerta við, so sum ognarskatt, og at strika skattafrádráttin hjá fiskimonnum Eisini nevnir ráðið umhvørvisgjøld og tilfeingisgjald. Hoyr samrøðu við Thomas Dam, formann í Búskaparráðnum, í útvarpstíðindunum. Filmurin Eldhugurin fyri laksi hevur heimsfrumsýning í Norðurlandahúsinum í kvøld. Orri Vigfússon sigur, at avtalur eru gjørdar, sum skerja laksaveiðina 85 prosent. Filmurin verður frumsýndur, tí fyrsta avtalan varð gjørd við laksaskip í Føroyum Jan Fossaberg, leiðari fyri ferðslupolitiið í Føroyum, heldur, at ein breyt til at venja koyring, hevði hjálpt nógv uppá ferðslutrygdina. Umframt samrøðu við Elina á Rógvi hoyra vit um stóru føroysku bókaútsøluna, sum er allan marsmánað um alt landið, og serstakt yrkingatiltak í Sirkus. Í dag hoyra vit sætta og næstseinasta part av søguni Smáttan hjá Tom . Harriet Stowe skrivaði og Alex Sólstein týddi til føroyskt. Kári Sólstein lesur og ger ljóðmyndina Ein norðurlendskur orkugrunnur skal eftir ætlan veita lán til verkætlanina. Magni Laksafoss er ein av stigtakarunum. Hoyr samrøðu við hann í útvarpstíðindunum Janus Petersen, forstjóri, sigur, at tað gongur væl við umleggingini, men tað merkist í Føroyum, at so nmógv starvsfólk eru í Danmark í løtuni. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum Nevndin viðgjørdi fyrrapartin eitt tilmæli í málinum, og millum áhoyrararnar var Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður. Líkt er til, at Fiskivinnunevndin er nógv meiri víðgongd enn ES nevndin. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum Tekniski skúli í Havn, sum er ein sjálvsognarstovnur, hevur í einum skrivi kunnað Mentamálaráðið, at skúlin ætlar at strika tveir SIT flokkar og ein flokk við byggitøkningum eftir summarfrítíðina. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Fleiri og fleiri bøkur koma út í lektroniskari útgávu, eisini føroysar. Í útlondum ber eisini til at læna e bøkur umvegis netið. Nú skal ein strategi leggjast fyri eina føroyska tilgong Í dag hoyra vit fimta part av søguni Smáttan hjá Tom . Kári Sólstein sigur frá og leggur til rættis. Alex Sólstein týddi og Harriet Stowe skrivaði í 1852 Stuðulin úr grunninum verður latin fiktiónsfilmum og dokumentarfilmum. Lýsingafilmar, tónleikavideo og sjónvarpssendingar hjá almennum ella privatum fjølmiðlum fáa ikki stuðul úr Filmsgrunninum. Grunnurin er eitt stórt frambrot, heldur Jákup Veyhe, nevndarformaður fyri Klippfisk. Hoyr samrøðu við hann í útvarpstíðindunum. Arbeiðið at leggja graslíki á Svangaskarð skal eftir ætlan verða liðugt í mai. Hoyr samrøðu við Christian Andreasen, formann í FSF, í útvarpstíðindunum. Í 8 ár hevði Todi Jónsson metið, sum fótbóltsleikarin, sum hevði skotið flest mál hjá FCK við 68 málum. Sjálvt um 5 ár eru gingin, síðan Todi spældi professionellan fótbólt, arbeiðir hann framvegis í fótbóltsumhvørvinum. Dagliga arbeiðir Todi sum Account Manager fyri Parkina og FCK. Tað var útsøgnin hjá Gerhardi Lognberg á tingi um stuðul til listafólk eitt gott dømi um, halda teir báðir á Kjaktorginum, Uni Arge og Kári Mikkelsen Avlopið í fjør var 323 milliónir krónur, og tað halda norsku greinararnir vera gott. Men í keypsskálanum í norska høvuðsstaðnum verður gitt, at fyritøkan Salmar, sum er størsti eigari í Bakkafrosti, og Bakkafrost fara at taka onkur stig í hesum árinum. Kanska verður talan um uppkeyp. Hoyr Jógvan Gugo Gardar úr Oslo í útvarpstíðindunum. Avlop er framvegis á handilsjavnanum, annað árið á rað. At innflutningurin minkar, tá kreppa er, er einki óvanligt, sigur Hermann Oskarsson, stjóri á Hagstovuni. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Allir føroyingar hava verið við til at gjalda Norðoyatunnilin og Vágatunnilin. Og tí eiga norðoyingar og vágafólk eisini at vera við til at útbyggja restina av samfelagskervinum, siga teir sjey borgarstjórarnir. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Tað vóru ymsar meiningar frá dómarunum um framførsluna hjá Sveini fríggjakvøldið, tá Góðan morgun Føroyar hitti tey eftir sendingina. Pernille Rosendahl helt, at Sveinur hevði eina feita framførslu ímeðan Blackman segði, at tað skuldi meira til, fyri at impomera hann, men segði tó, at honum dámar væl persónligheitina hjá Sveini. Umframt at tosa við dómararnar, varð tosað við sjálvan Sveinur. Ver qvinna við stórum Q eitur kvinnutiltaki sum verður í vikuskiftinum, har kroppur, sál, útsjónd og sex er nakað av tí, sum verður á skránni. Men eru hesi evni ein lýsing uppá eina kvinnu við stórum Q. Útstillar eitt tílíkt tiltak kvinnur og kenna kvinnur seg tiknan í álvara fyri sínar hugsanir, útbúgving, førleikar osfv. til eitt slíkt kvøld. Tær báðar kvinnurnar Leufey Blaasvær og Jóngerð Nielsen kjakast um evnið. Hallo Norden er ein tænasta, ið ráðgevur fólki í sambandi við at flutt verður millum lond. Í Føroyum er tað felagsskapurin NORA, sum stendur fyri Hallo Norden, og samskipari er Annita á Fríðriksmørk. Í dag hoyra vit fjórða part av søguni Smáttan hjá Tom . Harriet Stowe skrivaði søguna. Alex Sólstein týddi til føroyskt. Kári Sólstein sigur frá og leggur ljóðmyndina til rættis Sólbjørg Egholm livdi í nógv ár í ótta fyri fløskuni. Hon hevur verið gift tvær ferðir í ávikavist 11 og 14 ár og eigur fýra børn. Bjørg Mortensen er psykoterapeutur og starvast á viðgerðarstovninum Heilbrigdi. Hon hevur sjálv verið bæði rúsdrekkamisnýtari og avvarðandi hjá rúsdrekkamisnýtara. Viðgerðarstovnarnir hava sum er ikki møguleika at hjálpa teimum avvarðandi. Hoyr brot úr Geymanum, sum verður sendur í útvarpinum klokkan 17. Í útvarpstíðindunum klokkan 18 verður Karsten Hansen, landsstýrismaður, gestur í útvarpsstovuni. Ráðstevna hevur verið í Havn, har umboð fyri løgfrøðiligar lærustovnar í norðurlondum hava tosað um samstarv á granskingar og undirvisingarøkinum. Hoyr innslag, sum Dánjal Højgaard gjørdi í útvarpstíðindunum. Háskúlin skipar í kvøld fyri fyrilestrum, í samband við at Jóannes Rasmussen, mikudagin 29. februar, hevði verið 100 ár. Tað verða Martin Heinesen, jarðfrøðingur og Guðrun Gaard, dóttir Jóannes, sum halda fyrilestrar. Landsstýrismaðurin í innlendismálum hevur fingið eina frágreiðing frá Landsverki, sum sigur, at Eysturoyartunnilin verður nógv bííligari, um tað almenna ger hann. Kári P. Højgaard sigur, at tað ræður um at hava tunnilsgjaldið so lágt sum til ber, og tí mælir hann til, at eisini tey, sum ikki nýta tunnilin, verða við til at gjalda, millum annað við einum samhaldsføstum gjaldi á brennievni, sum er 75 oyru liturin. Tað gevur 22 milliónir krónur um árið. Hoyr samrøðu við Kára P. Højgaard, landsstýrismann í útvarpstíðindunum. Fimtiárini vóru ein baldrut tíð í Føroyum, og í heimbygdini hjá Karin Kjølbro var læknastríð. Eina ferð stóð so nógv á, at Karin og fleiri av næstu skyldfólkunum í skundi vórðu flutt til Skálar at vera eina tíð. Frá 1960 til 1963 gekk Karin á studentaskúla í Havn, og seinni fór hon til Keypmannahavnar at ganga á Sosiala Háskúlanum. Fyrst var hon tó læraravikarur eitt skifti og arbeiddi eisini á skrivstovuni hjá Fiskasøluni. Í dag hoyra vit annan part av bókini Nær lættir dimmið . Tað er ein sonn søga um blinda drongin Lui Brei. Sjúrður Joensen týddi og Páll Danielsen lesur Í dag eru vit og vitja Ellu Smith Clementsen, sum hevur 60 ára føðingardag. Hon greiðir frá søgum, sangum, leikum, jólakalendarum og týðingum Einki uppskot um broytingar í fiskidagalógini verður lagt fram í hesi tingsetuni, sigur løgmaður. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Landsstýrið er farið at fyrireika uppskotið um játtanarkarm fyri fíggjarlógina næsta ár. Samanleggingar og størri skúlaeindir eru millum annað á skránni. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Formaðurin í eigarafelagnum, Óla Jákup Tvørfoss, vónar, at Eik tekur um endan. Bankin hevur fíggjað verkætlanina, men hevur sent byggifelagið í skiftirættin. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Løgmaður sigur, at tað ber ikki til at arbeiða soleiðis, sum Jákup Mikkelsen, fyrrverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum, gjørdi, beint áðrenn hann varð koyrdur frá. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum Í dag hoyra vit annan part av søguni Smáttan hjá Tom . Harriet Stowe hevur skrivað og Alex Sólstein týddi til føroyskt. Kári Sólstein sigur frá og ger ljóðmyndina Hetta er eitt gott høvi at marknaðarføra Føroyar, sigur Jákup Zachariassen. Meginparturin av fløguni er tikin upp í Føroyum. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Marin Katrina Frýdal, forkvinna í nevndini, heldur, at Havnin er góð at súkkla í, hóast nógvar brekkur. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Fólk tora ikki at brúka pengar, men vilja heldur tryggja seg. Hetta ger, at útlitini fyri 2012 eru ikki so bjørt sum tey vóru. Frá 2008 til 2010 fóru pengarnir, sum vórðu nýttir at keypa fyri, úr 98 prosentum niður í 84 prosent Hoyr samrøðu við Sigurd Poulsen, landsbankastjóra, í útvarpstíðindunum. Bæði Framsókn og Javnaðarflokkurin mæla til, at allir partar í løgtinginum eru við at viðgera fiskivinnupolitikkin í framtíðini. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Ætlanin var løgd fram á almennum fundi í Nólsoy í gjárkvøldið. Hoyr samrøðu við Jákup av Skarði, sum er í arbeiðsbólkinum, ið fyrireikar nýggja nólsoyarferju. Næmingarnir Nina Lassen, Eirikkur á Kletti og Kiran Jóanesarsson, og lærarin, Janus Norðberg, vóru í útvarpsstovuni og greiddu frá túrinum. Á kunnandi fundi í Nólsoy í gjárkvøldi fingu tey 40 til 50 fundarfólkini lagda fram eina langtíðarætlan, har tað almenna ætlar at byggja fýra nýggjar ferjur komandi árini, harav ein skal røkja nólsoyarleiðina. Jákup av Skarði er í arbeiðsbólkinum, sum í áravís hevur fyrireika eina nýggja nólsoysarferju. Hann segði soleiðis um fundin. Sjálv finalan verður í Skálanum í Norðurlandahúnum fríggjadagin. Morgunsendingin tosar við Rana Nolsøe, leiðara á íverksetarahúsinum, um tilgongdina og finaludagin Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, hevur boðað frá, at hann staðfestir avgerðina hjá Skráseting Føroya um at taka aftur løggildingina hjá granskoðarunum. Tað merkir, at løggildingarnar hjá fýra av grannskoðarunum verða tiknar aftur. Men eitt árs freistin hjá fýra av grannskoðarunum at taka lógarásettu próvtøkuna, verður longd til trý ár. Hoy viðmerkingina frá Christiani Andreasen í útvarpstíðindunum. Jóannes Jacobsen sigur, at ásetingin í lógini um vinnuligan fiskiskap um ogn Føroya fólks eigur at verða tikin í álvara. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Oddfríður M. Rasmussen og Heðin M. Klein ummæltu yrkingasøvnini Deyðin er allastaðni nú á døgum eftir Jón Ellendersen og Kringla eftir Valdemar á Løgmansbø. Sum skiltist á ummælarunum var talan um miðalgóð søvn. Harumframt var stutt umrøða av sjónleikinum Spanska Fluga. Rudolf Joensen og Eyð Matras høvdu sæð leikin í Losjuni í Gøtu. Í dag hoyra vit fyrsta part av ljóðmyndini Smáttan hjá Tom. Harriet Beecher Stowe skrivaði í 1852, og Alex Sólstein týddi til føroyskt. Kári Sólstein sigur frá og setur saman Eyðstein Djurhuus, formaður í felagnum, sigur, at skipanin elvir til milliónahandlar, og tað er ikki sunt fyri fiskivinnuna. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum vísir tó til samgonguskjalið, har flokkarnir hava avtalað ein leist við rullandi skipan, ið skal geva fiskivinnuni tryggar karmar at virka undir. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Hvussu er at vera samkyndur og hvørji rættindi berjist felagsskapurin LGBT fyri. LGBT er ein felagsskapur fyri samkynd, tívkynd og transpersónar. Í tí sambandi verður forkunnugt tiltak í Føroyahúsinum í Keypmannahavn tann 3. mars. Ólavur Eysturdal sigur, at endamálið við hesum tiltaki er at vísa á, at øll eru eins, hóast ymiskan seksualtitet, og tí verður eisini ynskt somu samfelagslig rættindir fyri øll. Forkvinnan í Hjartafelagnum leggur dent á, hvussu umráðandi tað er at hava ein hjartastartara og ikki minni, at fólk duga at brúka startaran. Til hátíðarhaldið í Reyða Krossi Føroyadeild, har manningin á skipinum Eldborg, fekk handa ein kekk fyri 1. hjálparavrikið teir framdu, lótu teir kekkin til Hjartafelagið. Jensa Heinesen, forkvinna í felagnum sigur, at peningurin verður nýttur til at upplýsa um 1. hjálp og hvussu umráðandi tað kann verða við einum hjartastartara. Petra Johnsdóttir, stjóri í Nærverkinum, sigur, at støðan hjá summum búfólkum er hættislig. Hoyr samrøðu við Petru Johnsdóttir í útvarpstíðindunum. Tari kann liva av avlopsfóðri og øðrum frá laksaalingini. Í løtuni eru tríggjar taraverkætlanir í Føroyum ein í Leirvík, ein í Funningsfirði, og sjálv arbeiðir Agnes Mols Mortensen saman við Fiskaaling um eina verkætlan. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Ambassadørarnir, sum nú taka við, eru Rannvá Jónsdóttir Johannesen, Angjo Eidesgaard, Sára Eysturoy, Ása Winther Poulsen, Anja Johnsdóttir Thomsen, Gunn Vang Poulsen og Jóna Baldvinsdóttir 35 ára gamli Jákup Sverri Kass er settur sum nýggjur forstjóri á flogvøllinum. Hann kemur úr einum starvi sum marknaðarstjóri í Atlantsflogi. Hoyr samrøðu við Jákup Sverra Kass í útvarpstíðindunum. Sunnudagin gjørdi Annika Olsen, landsstýriskvinna, bart og skrivaði á facebook, at lønirnar hjá pedagogum við fýra ára útbúgving var niðurgerandi. Kjaktorgið í morgun viðgjørdi hesa útsøgnina og politisku støðuna um landsstýrismannaskiftið í síðstu viku. Heimasíðan northernbrass.dk velur á hvørjum ári ársins dirigent, ársins hornorkestur og fleiri aðrar flokkar. Havnamaðurin, Andras Olsen, var innstillaður sum ársins dirigentur 2011 og vann henda heiður. Heimasíðan skrivar soleiðis. Maud Wang Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum, sigur, at landsins leiðsla hevur ábyrgdina av almennu stovnunum og teimum, sum har búgva. Nærverkið hevur biðið um nýggj undantaksloyvi, sum Pedagogfelagið viðger í løtuni. Hoyr samrøðu við Maud Wang Hansen í útvarpstíðindunum. Javni sigur, at menningartarnað á stovni verða vanrøkt, nú undantaksloyvini verða tikin aftur. Eru samráðingarnar ikki tiknar uppaftur fyri middag, fara umboð fyri Javna í Fíggjarmálaráðið at gera vart við seg. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Í nógv ár royndi hann at koma burtur úr misnýtsluni, men datt so útí aftur. Í dag er Jóhan farin burtur úr gamla umhvørvinum og er leysur av rúsevnum. Hann hevur búsett seg í Fámará saman við konuni Rakul. Teir høvdu lossað umborð á einum boripalli og vóru á veg til Noregs. Jan Eidesgaard, yvirstýrismaður, greiðir soleiðis frá hendingini 21. august í fjør, tá Eyðun Andreasen, dekkari, hevði fingið hjartasteðg. Bíligasti einvegis ferðaseðil til Danmarkar fer at kosta 995 krónur úr Føroyum, tá øll avgjøld eru roknað. Úr Danmark kostar sami ferðaseðil 848 krónur, tí har eru lægri ferðaavgjøld. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Annika Olsen vísir á, at verkfallið rakar einamest eitt øki, sum hon varðar av, og heitir á partarnar um at finna eina loysn skjótast tilber. Hon heldur lønina hjá pedagogunum vera beinleiðis niðurgerandi, og tekur undir við, at pedagogarnir fáa hægri løn og betri tíð til fyrireiking. Hoyr samrøðu við Anniku Olsen í útvarpstíðindunum. Karin Kjølbro varð vald inn á Føroya løgting í 1978. Hon og Jona Henriksen vóru fyrstu kvinnur, sum vórðu valdar á ting. Karin er abbadóttir reiðaran og keypmannin Jógvan Kjølbro í Klaksvík, men í politikki hevur hon umboðað Tjóðveldi. Pápin var Poul Nolsøe Kjølbro, og mamman Turid Thomsen var dóttir Poulinu úr Klaksvík og Sigmund Brest úr Skúvoy. Karin greiðir í fyrstu sendingini frá sínum ættarbondum og uppvøkstrinum í Klaksvík fyri góðum 50 árum síðani. Terji og Føstufressar, sum kom út í 1989, eigur metið metið. 9000 seld eintøk. Teimum á báki kemur Tónlist, sum í 1982 seldi 7000 kassettuband. Blackbirds, sum kom út árið eftir, hevur selt 6000 eintøk. Men tíðin, tá ein útgáva seldi millum 5 og 9 túsund eintøk er ein saga blot, staðfestir Gissur Patursson. Í sendingini greiðir føroyski limurin í norðurlendsku dómsnevndini, Bergur Djurhuus Hansen, frá verkunum, ið tey ymsu londini hava innstillað. Harumframt hoyra vit ummælið, sum Kinna Poulsen og Heðin M. Klein høvdu av Gullgentuni í 2010. Janus Petersen, forstjóri, vísir aftur, at kredittmetingin í september hevur fingið BankNordik at geva Moody s durafjórðingin. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Norska lágprísfelagið hevur áhuga at flúgva til Føroya, og fer nú at kanna umstøðurnar í Vágum. Fýra onnur flogfeløg hava eisini sýnt Vága Floghavn áhuga. Hoyr samrøðu við Kitty May Ellefsen, nevndarforkvinnu í Vága Floghavn í útvarpstíðindunum. Heðin Mortensen, formaður í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, heldur, at Fíggjarmálráðið eigur at vera meiri lagaligt mótvegis pedagogunum. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Mynd Snorri Fjalsbak er leiðari á Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum Nýggi landsstýrismaðurin vil einki siga um, hvussu kvotan verður býtt millum skipabólkarnar, og um skipini eisini skulu gjalda fyri makrelin. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Vit vitja aftur Maibritt og dóttur hennara, Bjartu. Maibritt hevur altíð seymað brúnar til øll síni 5 børn, og eigur ein spennandi kassa við øllum hugsandi búnum í. Hon sigur eisini, at øll kunnu gera ein búna, og at tað er stuttligt at gera saman. Vit vitja Maibritt og dóttur hennara, Bjartu. Maibritt hevur altíð seymað brúnar til øll síni 5 børn, og eigur ein spennandi kassa við øllum hugsandi búnum í. Hon sigur eisini, at øll kunnu gera ein búna, og at tað er stuttligt at gera saman.Dótturin Bjarta er eisini við til arbeiðis, og hon var einafer ein banan í barnagarðinum. Íblástur til bollar, fastalávintsrís og klæðir. Løgmaður og frákoyrdi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum eru ósamdir um, hví landsstýrismaðurin er loystur úr starvi. Hoyr útvarpstíðindini klokkan 15 Næstformaðurin í Pedagogfelagnum sigur, at bara Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, kann enda verkfallið. Hoyr Inga Samuelsen í útvarpstíðindunum. Eftir fyrsta felags fundin í Reykjavík í gjár, var eftir øllum at døma einki samband millum partarnar. Fyrrapartin fóru sendinevndirnar tó aftur á felags fund. Hoyr Jan Lamhauge úr Reykjavík. Orsøkin kann vera, at lógin um mvg afturbering til at byggja og umvæla egnan bústað er farin úr gildi. Hoyr samrøðu við Mortan Simosen, ráðgeva í Fíggjarmálaráðnum, um nýggjasta treystitalið. Gitte Klein, lærari, fekk áhuga fyri evninum, tá sonur hennara kom heim og segði seg vera illa fyri eftir at hava sæð eitt óhugnaligt spæl Tilknýtið til havnina og havið er ein stórur partur av okkara samleika og hevur havt stóran týdning fyri fíggjarligu menningina í báðum kommununum. Hetta segði Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, tá eitt ferðalið frá kommununi var á kunningarferð í Esbjerg. Endamálið við ferðini var eitt nú, at gera eina samstarvsavtalu millum kommununar, so starvsfólk kunnu flyta millum í eitt ávíst tíðarskeið. Møguleikar eru at fáa grundstykkið heima á Sandi, bæði til heilárshús og summarhús, og kommunan hevur nógv at bjóða, sigur Fríði Nolsøe, sum er formaður í trivnaðar og mentanarnevndini hjá Sands kommunu. Hesar eru millum hendingarnar, vit umrøða í triðju sendingini um árið 1988, her felagsnevnararnir eru vinnulív og politikkur og sjálvandi kryddað við tónleiki frá 1988. 1988 var eitt fjølbroytt og spennandi tónleikaár, tá hugsað verður um føroyskan tónleik, við eitt nú fyrstu føroysku fløguútgávuni, seks lp plátum, og einum legendariskum kassettubandi. Frændir lata úr hondum fyrstu føroyskt framleiddu fløguna, 80 39 ini, Elin amp Kári slóða fyri við bandinum Nalja, eins og LP klassikarar sum Gaman og álvara við Hanus, Ymiskt á leiðini við M.C., 3 við Vestmonnum, Intro við Georg eystan Á, Dreymar við Av amp Á, og fløgan Til allar vinir við Blátt síggja dagsins ljós. 1988 var eitt fjølbroytt og spennandi tónleikaár, tá hugsað verður um føroyskan tónleik, við eitt nú fyrstu føroysku fløguútgávuni, seks lp plátum, og einum legendariskum kassettubandi. Frændir lata úr hondum fyrstu føroyskt framleiddu fløguna, 80 39 ini, Elin amp Kári slóða fyri við bandinum Nalja, eins og lp klassikarar sum Gaman og álvara við Hanus, Ymiskt á leiðini við M.C., 3 við Vestmonnum, Intro við Georg eystan Á, Dreymar við Av amp Á, og fløgan Til allar vinir við Blátt síggja dagsins ljós. Fólkatalið fór at vaksa í 1996, og tað setti met í 2009, men síðani hevur gingið aftur á hondina. Hoyr samrøðu við Eyðfinn Finnsson, hagfrøðing á Hagstovuni, í útvarpstíðindunum. Umleið 80 fólk starvast á teimum trimum stovnunum, men enn er ógreitt, um samanleggingin fer at kosa størv. Hoyr samrøðu í útvarpstíðindunum við Jákup Mikkelsen, landsstýrismann, sum tók politisku avgerðina um at leggja saman. Mynd Elmar Højgaard, stjóri á Fiskiveiðieftirlitinum, verður forstjóri fyri nýggja stovnin Vilhjálmur Gregoriussen, stjóri í Sjóvinnustýrinum, sigur, at vísir tað seg, at sjóreglur eru brotnar, kann roknast við, at fútin verður biðin um at kanna málið. Hoyr innslag í útvarpstíðndunum. Í útgangsstøðinum krevja føroyingar 15 prosent av heildarkvotuni, men Jan Lamhauge, sum fylgir samráðingunum fyri Kringvarpið, væntar, at øll londini fara at slaka. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Enn resta nøkur fá hús at festa í kloakkíbindingina fram við Sandsvatni, og tá tey eru íbundin, fer lív aftur at koma í Sandsvatn, sigur Anfinn í Soylu Kjaktorgið umrøddi í morgun støðuna, eftir at Johan Dahl, landsstýrisaður í síðstu viku vísti á møguleikan við einum differentieraðum tilfeingisgjaldi. Jákup Mikkkelsen segði beinanvegin kortanei og bað løgmann seta Johan Dahl upp á pláss, men tað gjørdi hann ikki rættiliga Heðin Mortensen viðgongur, at tá tað kemur til pengaspurningin hava kommunurnar avmarkaðar heimildir. Hoyr samrøðu við formannin í KAF í útvarpstíðindunum. Maud Wang Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum, sigur, at Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, sum samráðst hevur verið við seinastu dagarnar, hevur í veruleikanum ikki havt heimild at samráðast, tí Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum togar í træðrirnar. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Vit vitja tjóðpallin, og síggja búnar teirra. Katrin Bonde, ið starvast á tjóðpallinum, veit hvussu tú kann klæða teg út, og henni manglar ikki hugskot Hygg eisini á netið eftir uppskrift uppá pappmasje, og tú kann gera tær ein grýluskort úr tí, og mála hann flottan, so tú verður ein flott grýla komandi mánadag. Birita Viderø fekk eina álvarsliga føðidepressjón, tá hon átti fyrsta barnið fyri sjey árum síðani. Hon hevur nú fingið ein son afturat og fær fyribyrgjandi viðgerð, so hon ikki aftur verður sjúk. Hetta ger, at tey, sum júst eru liðug at útbúgva seg, aftra seg við at koma aftur til Føroya. Hoyr samrøðu við Biritu í Dali, forkvinnu í MFS, í útvarpstíðindunum. Umleið 10 prosent av mammum fáa barnsburðartunglyndi eftir at tær hava átt. Tað kann fáa álvarsligar avleiðingar barnið. Barnsburðartunglyndi er evnið í Geymanum í í útvarpinum klokkan 17.05 í dag. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Myndin er tilvildarlig Agenda 21 stovan skipar aftur fyri eini ráðsevnu um burðardygga menningarætlan í Øravík. Skulu úrslit spyrjast burturúr, mugu kommunurnar vera við, og fólk á staðnum taka ábyrgdina fyri eini virkisætlan, heldur Kári Thomsen, leiðari á Agenda 21 stovuni. Á ferðini hjá Morgunsendingini seinastu viku í Sandoynni, fóru vit eisini til Skarvanes. Henda morgunin vóru ikki nógv fólk at síggja í bygdini, men bóndin Jákup Martin Debes var har. Hvørt ár er fastalávint, og vit skulu finna okkurt at lata okkum í, so vit kunnu ganga grýla. Men, hvat er stuttligt at fara í Og er tað ringt at gera td. eitt spælikort Hetta kanst tú hoyra um í dag, tá vit vitja Ásu, Mariu og Heina. Her sæst, hvussu ein krokodilla kann gerast, bara við pappíri. Ein býur fyri menniskju heldur enn ein býur fyri bilar er eini høvuðsboðskapurin hjá Jan Gehl, arkitekti, sum áhaldandi ger vart við, hvussu týdningarmikið tað er at varðveita menniskjaligu dimensiónina í arkitekturi og býarrúmum. Í samrøðuni sigur Jan Gehl okkum eitt nú hvat eyðkennur góða býarrúmið, eins hann eisini sigur sína meining um nøkur býarrúm í Havn. Miðskeiðis í tríatiárunum giftist Malla Samuelsen havnarmanninum Carl í Horni. Tá kríggið byrjaði, sigldi hann úti, og tey vistu onki frá honum, fyrrenn hann stóð inni á gólvinum í Havn til jólar í 1940. Øll familjan var við Tjaldrinum, tá tað sigldi á Mjóanes í 1946. Í fimtiárunum var Malla við til at stovna Kvinnufelagið og varð vald í Tórshavnar býráð sum fyrsta kvinna har. Í 60unum hevði hon sum fyrsta kvinna sæti á tingi sum varafólk. Malla Samuelsen hevði í sekstiárunum matgerðarskeið fyri ungar kvinnur og var í 13 ár leiðari á Ellisheiminum. Í dag lesur Gunnvá Zachariasen bókina Metbókin hjá Rúnu . Hannis Egholm týddi og Bókadeild Føroya Lærarafelag og Nám góvu út í 2011 Í dag eru vit á tryggari internetdegi, sum var á býarbókasavninum í Havn týsdagin 6.februar. Her vóru kappingar og spøl og vinnarar kosnir. Eisini hoyra vit um tað at lesa metbøkur, og tá eru vit úti á skúlabókasavinum á Argjahamri Jákup Mikkelsen sigur, at Fólkaflokkurin heldur seg til samgonguskjalið, tá iðræður um tilfeingisgjald, og hann væntar, at Sambandsflokkurin ger tað sama. Tí eigur løgmaður at seta Johan Dahl upp á pláss, sigur Jákup Mikkelsen. Hoyr samrøðu við landsstýrismannin í fiskvinnumálum í útvarpstíðindunum. Fleiri lurtarar høvdust at Morgunsendingini, tá ølkønir gestir smakkaðu øl, samanbóru ølsløg og søgdu hvørjum hesi ølsløg hóska væl afturvið. Vit løgdu tí Brúkaraumboðið gera av, um vit fóru yvir um mark við atlitini at lógunum Studentaskúlin er 75 í ár. Í samband við dagin skipar skúlin fyri framsýning, kvøldsetu og eisini er ætlanin at gera eitt heiðursrit, sum bæði er aftur og framlítandi Nógvar friðingar eru høpisleysar, segði Dánjal Hansen, sum rør út úr Sørvági við Morgunsendingina týsdagin. Eilif Gaard ásannar, at Havstovan hevur ikki neyvu vitanina til allar leiðir inni við land, men hann vónar, at samstarvið við útróðrarmenn kann skráseta hesi øki við ungfiski, tí neyðugt er at geva ungfiskinum frið at vaksa Tað er so einfalt tað heila Vit vilja hoyra til onkustaðni, í einum menniskjansligum umhvørvi og vit mugu hoyra og kenna at nakar elskar okkum og vit hava nøkur at elska aftur hóast tað brýtur í bæði borð. Reynir, sum sigldi við ferðafólki og farmi úr Vík til Havnar, kom úr Íslandi í 1947. Hann er nýttur alla tíðina og nú stendur tað sundalagsfólki at fáa hann. Á aðru viku er ætlanin at skipa eitt áhugafelag fyri Reyn. Til ta tíð skal bátur og annað kannast. Í dag hoyra vit krabbabókina Katla og Stina kanna málið . Døgg Nónsgjógv lesur og Hildigunn Niclasen týddi. Kristina og Rakul áttu kettuna Pippi, sum stakk av. Tær greiða frá Líkt er ikki til, at makrelurin ávirkar eitt nú tosk, hýsu og upsa, sigur Jan Arge Jacobsen, fiskifrøðingur. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Nám X í Eysturskúlanum legði í vikuni uppskot fram á Ungdómstingi um at broyta løgtingslógina um fólkaskúlan soleiðis, at lærugreinin Kristnikunnleiki broytir heiti í framhaldsdeildini til Religión . I nýggju kristnibókunum hjá Námi læra børn etikk longu frá fyrsta flokki og aðrar átrúnaðir longu frá triðja flokki. Turið Sigurðardóttir og Vár í Ólavsstovu ummæltu í sendingini yrkingasøvnini Kringvindar og Bræddur firvaldur , sum komu út í fjør. Eyðun Johannessen fegnaðist eisini um, at Búi Dam er sloppin á leikstjórnarútbúgvingina hjá Statens Teaterskole í Danmark. Landsstýrismaðurin sigur, at makrelbýtið er eingin trupulleiki, tí hetta býtið skal gerast í breiðum politiskum høpi. Hoyr viðmerking frá Jákupi Mikkelsen í útvarpstíðindunum. Snorri Fjallsbak hevur roynt at sitið til samráðingar, sum formaður fyri fakfelagi og nú hinumegin borðið. Snorri Fjallsbak er stjóri á lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum og er maðurin, sum roynir at fáa sáttmálar við øll fakfeløg, men tað eydnast ikki altíð. Í løtuni er Pedagogfelagið í verkfalli og Snorri heldur, at tað skuldi verið sett ein tíðarfreist fyri, nær feløg kunnu fara í verkfall. Hóskvøldið er ætlanin at seta á stovn eitt stuðlafelag við tilknýti til viðgerðar stovnin Heilbrigdi á Velba stað. Høvuðsendamálið hjá stuðlafelagnum verður at stuðla familjum hjá rús evnis misnýtarum sum hava verið í viðgerð, so familjan samlað kann koma víðari í lívinum. Jan á Argjaboða vitjaði Góðan Morgun Føroyar Sjónleikarafelagið í Gøtu hevur nógv ár á baki, men tað eru 25 ár síðan, at ein sjónleikur seinast varð leiktur í bygdini, men nú er vend komin í, og felagið er holt við kenda leikin Spanska flugan. Tá onnur viðgerð var í fólkatinginum í gjár, segði einasti danski fólkatingslimurin, sum tók orðið, Finn Sørensen úr Eindarlistanum, at hann skilti væl donsku stjórnina, tá hon ikki vildi hækka blokkin meiri. Hoyr kut úr røðu hansara í útvarpstíðindunum. Hann ætlar at brúka útbúgvingina til at fáa føroyskan sjónleik út í heim. Útbúgvingin tekur fýra ár. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Dánjal Hansen rør út av Sørvági, har umstøðurnar eru einastandandi góðar. Sum er, rør bara ein bátur út í Sørvági. Dánjal Hansen heldur ikki, at markið at dáa A loyvi í bólki fimm skal lækkast ov nógv. Um tað hendir, verður ikki liviligt hjá fullriknu útróðrarmonnunum. Páll Isholm heldur, at búskaparfrøðingar hugsa bara at fáa nakrar milliónir í landskassanum, og gloyma spurningar um femmanda arbeiðsmegi, know how, sølu, íløgu í vitanartung størv o.s.fr. Grein hjá Pálli Isholm var grundarlag undir orðaskiftinum í Kjaktorginum í morgun. Børn eru ymisk og tískil er tað týdningarmikið at teirra tørvur og menningarstøði verður møtt, sigur Annika Antoniussen. Summi børn eru fagliga klár at byrja í 1. flokki, men summi eru ikki og teimum skal tað eisini vera pláss fyri. Tískil er tað týdningarmikið, at barnið verður møtt har tað er, og at umhvørvið verður gjørt so áhugavert sum gjørligt fyri barnið, bæði gjøgnum mál, støddfrøði, spæl, tónleik og annað, sigur Annika Antoniussen. Hallbera F. West og Stefan í Skorini meta um avrikið hjá landsstýrissamgonguni fyrstu 100 dagarnar. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Í dag lesur Andreas Giehm bókina Árni og teldan . Aleksandur Kristiansen týddi. Eisini siga Heini og Kristoffur frá, tá ið Hugi úr Íslandi búði í Føroyum og gekk í teirra flokki Malan hevur granskað og eitt nú skrivað bøkur um kvinnur, sum hava gjørt vart við seg, eitt nú innan skaldskap. Men høvuðsverk hennara er føroyska bókmanetasøgan, sum hon skrivar saman við Turið Sigurðardóttir. Hesa vikuna eru krabbabøkur á skránni. Stuttar bøkur um ymisk evni, sum børn fara at siga sína hugsan um. Í dag lesur Marianna Winther Nagata søguna Kettan hjá Sáru . Hjørdis Heindriksdóttir týddi. Beth og Malena eru systrar og tær búgva í Klaksvík, tær eiga kaninina Shakiru. Tær siga sína hugsan Í 1997 støkk útvarpið inn á gólvið hjá Mallu Samuelsen í Havn, sum var frammarlaga í føroyskum kvinnumálum og varð fyrsta valda kvinna í Tórshavnar býráð. Malla varð fødd í 1909 á Kirkju í Fugloy. Har vaks hon upp í føroysku bygdamentanini, sum hon greiðir frá. Ung fór Malla Semuelsen til Havnar at halda hús hjá mammubeiggjanum Louis Zachariassen, og eftir ein vetur á háskúla í Havn fór Malla til Danmarkar í húspláss. Hon hevði tað gott, men treivst ikki sum í Føroyum. Í dag hoyra vit stuttsøguna Eingir ránsmenn eru í skóginum , sum Bókadeild Føroya Lærarafelag gav út av nýggjum í 2010. RIa Tórgarð lesur og Elin Súsanna Jacobsen týddi Í kommunuskúlanum í Havn, hava tey tað ið kallast Litir í leiki , har børn í b flokkunum, kunnu spæla á eitt ljóðføri. Øll vika 5 í 2012 hevur havt hetta sum evni. Vit hava hitt øll ljóðførini, uttan eitt, nemliga gittarin. Nógv bestu eftirlønarskipanina hava løgtingsformaðurin, løgmaður og landsstýrisfólkini. Tey forvinna eftirløn tvær ferðir so skjótt sum tingfólk, og fýra og eina hálva ferð skjótari enn tænastumenn. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Løgmaður hevur verið á fund í Hoyvíksráðnum, sum er formligi samstarvspallurin undir Hoyvikssáttmálanum. Fundurin var í Reykjavík, og Øssur Skarph ðinsson, uttanríkisráðharri, var vertur. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Nikolina av Kamarinum ger framvegis tónleik saman við beiggjanum, Eyðbirni, og Jákup Zachariassen er sinnaður at gera fløgu við Teimum av Kamarinum Borgarstjórin sigur tó, at setir Nærverkið búfólkini á gøtuna, ber til at víkja frá bíðilistanum á Suðuroyar Ellis og Røktarheimi, so tey kunnu fáa pláss har. í løtuni eru búfólkini á Hamragarði í Vági, og har verða tey, til ein varandi loysn er funnin. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Løgmaður loysir ikki gegnistrupulleikan hjá Jákupi Mikkelsen við at siag, at hann einki hevur at finnast at embætisførsluni hjá landsstýrismanninum, sigur løgfrøðingurin. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Um vit lyfta í felag, kunnu vit koma langt, heldur nýggi tíðindaleiðarin, sum hevur sum mál, at tíðindadeildin næsta ár fær eina miðlaheiðursløn Samstundis sum bilførarar fáa klipp í kortið, um teir ikki eru í trygdarbelti, kunnu skúlabørn koyra við bussum uttan trygdarbelti. Luftbjølgurin kann vera ein følsk trygd. Í 1988 flytur Føroya Banki ein part av edv skipanini frá Elektron til danska veitaran BEC, Strandferðslan fær eina tyrlu afturat, og Kristiliga Fólkaflokkurin slýtur samgonguna, tí hann ikki vil vita av javnstøðulógini og verju av teimum samkyndu. So hvørt undirsjóvartunnlarnir verða niðurgoldnir, lækkar gjaldið at koyra, men tað sama er ikki galdandi fyri strandfaraskipini, t a tey eru niðurgildon. Tey, sum búgva á útoyggj, eru fyri stórum órættvísi, vísti Morguntingið á. Arbeiðið kostar 23 milliónir krónur, sum eru 15 milliónir krónur netto, tí arbeiðið á lendinum, har sum gamla dynamittið er, hevði annars kostað átta milliónir. Kostnaðarmetingin hjá norska ráðgevarunum Sweco var annars 32 milliónir krónur Hoyr samrøðu við Kitty May Ellefsen, forkvinnu í nevndini fyri Vága Floghavn, í útvarpsnevndini Seint mikukvøldið, var stórfingin móttøka fyri Djóna Kunoy, tá hann kom aftur til Kunoyar. Saman við føroyingum, sum búgva í Danmark, hevur Djóni verið á Aconcagua , ið er hægsta fjall í Suðuramerika, og eisini hægsta fjall í heiminum uttanfyri Himalaya. Aconcagua er slakar 7.000 metrar høgt. Eingin ivi er um, at mest hjartanemandi og viðkomandi framførslan, ið hugsast kann, er, tá ið solisturin er púra einsamallur á palli og einki annað lið er ímillum tónleikaran og áhoyraran. Eingi tól at krógva seg aftanfyri, einki hóvasták. Bert eitt menniskja, ið setir seg ella stillar seg frammanfyri lurtaranum og spælir. Í Góðan Morgun Føroyar í morgun, vitjaðu Maria Olsen og Anna á Váli Smith. Til ber at læra at skriva rætt føroyskt við miðvísum arbeiði, sigur Randi Kúrberg, sum undirvísir í føroyskari rættskriving. Hon heldur ikki, at føroysk er eitt torført mál, samanborið við onnur mál, men at námsfrøðin møguliga er ov vánalig. Skaldsøgan Brahmadellarnir hjá Jóanes Nielsen var til viðgerðar í In Mente hesaferð. Í sendingini er eisini samrøða við høvundin um skaldsøguna, sum fólkini í panelinum halda vera kanska ta bestu hjá høvindinum higartil. Í løtuni hevur Gerðarætturin tvey áleikandi mál, og rætturin hevur sjálvboðin tikið tvey gomul mál til nýggja viðgerð. Hoyr samrøðu við Kára á Rógvi, formann í Fasta Gerðarættinum, í útvarpstíðindunum. Ein frágreiðing er longu gjørd um ætlaðu samanleggingina, og um dagarnar vórðu starvsfólkini á Jarðfeingi og eftirlitisstovnununum á Skálatrøð í Havn kunnað. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum Gunnvá við Keldu borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu sigur, at tað er týdningamikið, at allir borgarar í kommununi hava møguleika, at koma við teirra hugskoti, til ein miðbý í Klaksvík í nýggjum hami. Ein borgari í Klaksvíkar kommunu, sum hevur fingist við handilslív í mong ár, er Søren Ziska Jacobsen, sum sigur, at út frá royndum, má nýggi miðbýrin liggja har tað er veðurbart. Signar á Brúnni skúlastjóri metir, at lærugreinin miðlalæra er komin fyri at vera. Ein av næmingunum, sum hevur miðlalæru, er Klæmint Klakk, ið hevur gjørt eina ørgrynnu av filmum, og hann sigur seg elska, at arbeiða við filmsframleiðslu og sjónleiki. Fleiri av hansara filmum liggja á youtube, og fleiri túsund hyggjarar hava sað hansara filmsverk. Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, sigur, at landsstýrið fer ikki at noyða kommunur at leggja saman. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Turið Debes Hentze heldur, at fakfeløgini hava nærum einki fingið burturúr, tí støðan er einki broytt, síðani samráðingarnar byrjaðu fyri fleiri mánaðum síðani. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum, leggur dent á, at tað hevur týdning, at tann generella orðingin um differentieraða lønarhækking varð tikin úr sáttmálanum. At gera stilingar í lønartalvuni er púra vanligt, sigur hann. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Enn er ógreitt, um peningur kann sparast, tá ið ræður um húsaleiguna í Keypmannahavn., London, Reykjavík og Brússel. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Helsingfors sáttmálin er so at siga grundlógin fyri Norðurlandaráðið, sum er tað parlamentariska samstarvið millum Norðurlond, og eisini fyri Norðurlendska Ráðharraráðið, ið er norðurlendska stjórnarsamstarvið. Av fyrstan tíð vóru bert tey fimm sjálvstøðugu londini umfatað av samstarvinum, men seinni eru Føroyar, Áland og Grønland eisini komin við. Frammanundan skal Olof Palme hava sagt at Myndin til Norðurlendskt samstarv er myndað á miseydnaðar royndir Høgni Hoydal var gestur í morgunsendingini. Kjaktorgið umrøddi í morgun aktuellu støðuna á almenna arbeiðsmarknaðinum, nú Pedagogfelagið er farið í verkfall, samstundis sum tvey fakfeløg í Fakfelagssamstarvinum hava góðtikið semingsuppskotið, og Starvsmannafelagið enn ikki hevur tikið støðu Náttúrugripasavnið hevur fingið fráboðanir um 24 avgustar síðani 1976. Skrásetingarnar eru frá øllum landinum og javnt deildar yvir árið, so sigast kann ikki, at vit hava nakra serliga árstíð fyri avgust. Avgustar, sum koma upp á land, verða hálaðir aftur til sjós, men av tí at avgustur fyllist við gassi, tá hann doyr, flotnar hvalurin og rekur summar tíðir aftur til lands. Hann væntar ikki, at limirnir í Lærarafelagnum høvdu tikið undir við einum verkfalli, sum støðan er. Hoyr samrøðu við Herálv Jacobsen í útvarpstíðindunum. Tey flestu starvsfólkini á almenna arbeiðsmarknaðinum vita framvegis ikki, um tey kunnu vænta verkfall í næstum. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Áhugamálini hjá ríkisfelagsskapinum mugu altíð viga tyngri enn áhugamálini hjá ES, sigur han. Hoyr samrøðu við Søren Espersen í útvarpstíðindunum. Áki Johansen, fyrrverandi sendimaður, heldur ikki, at donsku sendistovurnar hvødu røkt føroysku áhugamálini nóg væl, tí Danmark varpar ljós á onnur viðurskifti. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Feløgini hava ov ymisk seráhugamál til at fáa felags leistin at rigga . Tað heldur Jákup Danielsen, fyrrverandi formaður í Starvsmannafelagnum. Hann var gestur hjá Óluvu Zachariassen í útvarpstíðindunum á middegi. Maud Wang Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum, heldur, at 220 krónur í lønarhækking til summi er at halda fólk fyri gjøldur. Pedagogfelagið fer at lýsa verkfall í morgin ári. Hoyr samrøðu við forkvinnuna í útvarpstíðindunum. Lisbeth Petersen var nógv ár í politikki. 16 ár í býráðnum, 18 ár í løgtinginum og 4 ár á fólkatingi. Eitt skifti var hon floksformaður í sambandsflokkinum, og í einum landsstýrissamráðingum var hon upp á tal at taka við løgmansstarvinum. Í dag eru vit á Sandi. Børn í Sands skúla hava havt evnisviku. Tey greiða frá og hugleiða. Eisini hoyra vit Sunnleif Rasmussen greiða frá ljóði og tónleiki Millum 3.000 og 4.000 fólk fáa almannaveiting av onkrum slagi. Hoyr samrøðu við Hera Petersen, fulltrúa í Almannamálaráðnum, sum hevur kannað tølini. Starvsmannafelagið, Pedagogfelagið og Havnar Arbeiðskvinnufelag hava kunnað síni álitisfólk, og seinnapartin skuldu álitisfólkini hjá Lærarafelagnum á fund. Støðan hjá álitisfólkunum í Pedagogfelagnum er greið, sigur forkvinnan, Maud Wang Hansen. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Tað verður kortini eingin vanlukka fyri føroyska aling, tí trýstið áøðrum laksamarknaðum, har norðmenn og føroyigar kappast, fer at linka, sigur stjórin í Bakkafrosti, Regin Jacobsen. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Hóast útvarpið hevur spælt innslagið fyri kriminalovastanum, hevur Bergleif Brimvík framvegis ongar viðmerking. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Songkappingin X Factor er í hæddini, og í kvøld hava fólk høvi at síggja næst seinasta umfar av kappingini innan live showini byrja. Føroyingar hava áður verið við í songkappingini X Factor, og hava klára seg væl, og í ár er heldur einki undantak. Heili fýra føroyingar eru framvegis við í kappingini. Sveinur, sum er ein teirra sigur, at hann metir at føroyingarnir hava góðan møguleika at syngja seg víðari. Henda vikan í Barnaútvarpinum er ætlað teimum smærri børnunum. Vit enda vikuna at hoyra myndabókina Fótbóltsgalin . Hjálmar Dam lesur, Eli Hentze týddi og Bókadeild Føroya Lærarafelag gav út í 2006. Leivur Thomsen gjørdi ljóðmyndina Kanningar vísa, at PFC evni, sum verða brúkt í nógvum gerandisvørum, hava skaðiliga ávirkan á koppsetingar fyri differitis og stívkrampa. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Hann heldur tað vera eina styrki, at tað verður umsitingin á Løgmansskrivstovuni og ikki umsitingin í Fiskimálaráðnum, sum fær makrelbýtið um hendi. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Lønarsamráðingar eru í hesum døgum, men fleiri hava fýlst á, hvar Kringvarp Føroya hevur verið í hesum málinum. Hvørjar skyldur skal ein public service stovnur lúka, og var tað rætt av útvarpinum, at gevast at senda frá samráðingunum týsnáttina, áðrenn samráðingarnar vóru komnar á mál hesa náttina. Samgonguflokkarnir meta, hallið á fíggjarlógini verður 360 milliónir krónur í ár, ella 100 milliónir minni enn landsstýrið væntar í sínum uppskoti. Men Bárður Nielsen vísir á, at inntøkumetingarnar eru varisligar, og hvussu nógv skal fáast í tilfeingisgjaldi er ikki avgjørt enn. Hoyr samrøðu við Bárð Nielsen í útvarpstíðindunum. Í 2005 vóru góð 87 prosent av føroyingum virknir í arbeiðslívinum. Nú ru 10 prosent færri arbeiðsvirkin. Hoyr innslag hjá Onnu V. Ellingsgaard í útvarpstíðindunum. Mynd Hallbera F. West, ráðgevi í Almannamálaráðnum, hevur verið við at gjørt uppskotið Leikbólkurin Tvazz framførir í hesum døgum leikin Tey óndu , ið grundaður er á uppskakandi barnamorðstilburð í Bretlandi í 1993. Egi Dam og Carl Jóhan Jensen hava sæð leikin og mettu í sendingini um hann. Viðtali var eisini við Tórodd Poulsen og Jóanes Nielsen í øðrum sambandi. Pól Huus Sólstein, fiskasølumaður, sigur, at um føroyingar fiska minni í ár, fer prísurin ikki upp. Munur er á makreli, sum verður fiskaður um summarið, tá føroyingar kunnu fiska, og makreli, sum eitt norðmenn fiska um heystið. Hoyr samrøðu, sum Høgni Djurhuus gjørdi við Pól Huus Sólstein í útvarpstíðindunum. Løgreglan hevur nú eisini fingið staðfest blóðrestir av Dánjali Peturi Hansen í einum víkiplássi í Norðoyatunlinum. Uni Leitisstein Hansen hevur tikið saman um málið. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Sjúkan er funnin hjá tveimum hvølpum úr somu løgu. Heilsufrøðiliga starvsstovan sendi royndir av sjúku hvølpunum til greiningar og úrslitið staðfestir, at hvølparnir høvdu lep to spi rosu. Møguliga hava ein ella tveir tilburðir verið í Føroyum nú í summar. Heilsufrøðiliga starvsstovan mælir fólki til at fáa hundar, sum eru nógv saman við øðrum hundum, og vaksineraður móti lep to spi rosu. Annars eru bestu ráðini móti sjúkuni, sum kann smitta fólk, reinføri. Á heimasíðuni hfs.fo sæst, hvussu fólk og hundar eiga at bera seg at fyri at verja seg fyri lep to spi rosu. Beint undan vikuskiftinum sendi Føroya Pedagogfelag bræv til Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, KAF, og Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum, har sáttmálarnir vórðu sagdir upp og fundartíðir fyri nýggju samráðingum vórðu skotnar upp. Samstundis boðaði felagið frá, at tað hesa ferð ætlar at samráðast við partarnar hvør sær. Økini eru so ymisk, at tað í sær sjálvum ger, at lítil meining er í felags samráðingum. Bæði undir seinastu og næstseinastu samráðingum, tá vit samráddust við báðar mótpartarnar í senn, høvdu vit eina fatan av, at vit í ov stóran mun spiltu tíðina hjá hvør øðrum, tí ein partur bara sat og lurtaði, meðan samráðst varð við hini. Tí vilja vit nú samráðast við partarnar hvør sær, tó so, at vit sjálvandi kunnu vera øll saman, tá felags mál eru til umrøðu, sigur Maud Wang Hansen, forkvinna í Føroya Pedagogfelag og leggur afturat Fíggjarmálaráðið skal í seinasta enda góðkenna sáttmálan við KAF, so tí er onki endamál í, at ráðið eisini er til staðar, meðan vit samráðast við kommunurnar, og mótsatt er o nki endamál við at kommunurnar sita við til samráðingarnar við landið, sigur Maud Wang Hansen. Sáttmálarnir skuldu sigast upp innan 1. juli at fara úr gildi 1.oktober. Umframt sáttmálarnar ætlar Pedagogfelagð at fáa dagført avtaluna við Fíggjarmálaráðið um arbeðstíðarreglurnar. Felagið vil eisini samráðast um eina tilsvarandi avtalu við KAF, har ongin slík avtala er frammanundan. Tørvur er serliga á at fáa arbeiðstíðarreglur fyri frítíðarskúlar og ungdómshús og samstundis fáa dagført viðbøturnar fyri ólagaliga arbeðstíð. Keldan er heimasíðan hjá Pedagogfelagnum Fyrstu HH studentarnir verða í hesum døgum klaktir á Føroya Handilsskúla. Og skjótt eru øll liðug við sínar próvtøkur bæði tey sum verða HH studentar og tey sum taka FHS prógv, sum er grundútbúgving innan Fyrisiting, Handil og Skrivstovu. Eitt prógv á miðnámi er ein varði í lívinum hjá teimum flestu. Hiðani gongur leiðin víðari út í lívið. Annaðhvørt fara tey ungu undir aðra útbúgving, ella fara tey eina yrkisleið. Við einum miðnámsprógvi frá Handilsskúlanum eru hópin av møguleikum opnir, bæði til yrkis og til lestur. Men tíðin á miðnámi kemur altíð at standa eftir í minninum hjá tí einstaka sum ein serlig tíð. Fyri at heiðra handilspisurnar, verður skipað fyri hátíðarhaldi í Grasagarði tann 27. Juni kl. 16.00. Helena Dam á Neystabø, skúlastjóri bjóðar vælkomin, Erika Hayfiled verður gestarøðari, Josva F. Debes heldur røðu vegna HH studentarnar og Rannvá Mortensen flytir fram røðu vegna FHS ararnar. Havnar Hornorkestur og Signar í Homrum fara at seta sín dám á hesa hátíðarløtu. Avlopið hjá Varðanum fyri 2012 var nakað minni enn í 2011, tá avlopið var 115 milliónir. Orsøkin er, at minni varð fiskað av makreli í fjør, og sildakvotan minkaði 26 prosent. Harafturat kostaði oljan til skipini meira í fjør enn í 2011, og veiðugjøldini kostaðu eisini meira í fjør. Varðin seldi fyri góða hálva milliard krónur í fjør. Okkurt um 300 fólk arbeiða hjá Varðanum. P f Varðin eigur nótaskipini Finn Fríða, Trónd í Gøtu, Jupiter og Saksaberg, trolaran Heyk og stóran part í P F Skygni og P F Origin. Í fjør var P F Varðin við til at stovna Varðan Pelagic, uppisjóvarvirkið á Tvøroyri. Varðin eigur 75 prosent av Varðanum Pelagic. Í dag letur upp ein øðrvísi framsýning í Mentamálaráðnum. Á framsýningini eru pløgg, ið klædnaatstøðingarnir, sum júst hava fingið prógv á Tekniska Skúlanum í Havn, hava sniðgivið í samband við próvtøku. Talan er um níggju framsýnarar. Framsýningin letur upp í dag klokkan 15.00, og hevur upplatið til 12.juli. Føroysku liðini sum luttaka í Europa League fingu øll gott lutakast. Sterkastu mótstøðuna fekk helst Víkingur sum skal spæla móti FC Inter Turku úr Finlandi. HB skal spæla ímóti íslendska ÍBV, og ÍF skal spæla móti FC Linfield úr Norðurírlandi, sum kom víðari móti B36 í fjør við brotssparksskapping Aftur í ár verður skipað fyri Jopmatc . Tiltakið hevur hepnast væl higartil, og í fjør vóru fleiri enn 300 vitjanir. Í ár fer tiltakið fram í nýumvældum hølum hjá Østrøm á Skálatrøð. Sostatt verða karmarnir upp aftur betri í ár enn í fjør, siga fyrireikararnir. Sambært fyrireikarunum vísir seinasta eftirmetingin, at 85 av fyritøkunum eru við á Jobmatch fyri at fáa samband við og halda viðlíka sambandið við føroysk ung undir lestri bæði her heima og uttanlands. Somuleiðis siga 80 av teim vitjandi, at tey vitja Jobmatch fyri at kunna seg um, hvat tann føroyski arbeiðsmarknaðurin hevur at bjóða. Umleið 50 siga, at Jobmacth gav teimum áhuga at søkja starv hjá luttakandi fyritøkunum og stovnunum. Sostatt er talan um eitt veruligt match í millum føroyskan ungdóm og føroyska arbeiðsmarknaðin, siga fyrireikararnir. Lutakastið bleiv so gott, sum tað kundi blíva fyri EB Streym. Sundalagsmenn kundu bara møta tveimum liðum í innleiðandi umfarinum FC Lusitans úr Andorra ella FC Shirak úr Armenia. Tað bleiv liðið úr Andorra, og bæði ítróttarliga og fíggjarliga, er tað eitt gott lutakast fyri EB Streym. FC Lusitans var fyrstu ferð við í evropeiskum fótbólti í UEFA Europa League í 2010 2011. Tá taptu teir tilsamans 0 11 fyri Rabotnicki úr Makedonia. Árið eftir var FC Lusitans aftur við í somu kapping, og tá taptu teir tilsamans 1 6 fyri kroatiska Varazdin. EB Streymur spælir fyrra dystin á útivølli 2. ella 3. juli. Heimadysturin verður 9. ella 10. juli Umleið kl. 18.00 leygarkvøldið fór tyrlan út á ferðamannaskipið Saga Ruby, ið var stætt vestanfyri, eftir einari kvinnu, ið var illa fyri. Kvinnan varð flutt á Landssjúkrahúsið. Stutt eftir at tyrlan var afturkomin av hesi ferð, vóru aftur boð eftir henni. Og aftur hesa ferð skuldi hon út á ferðamannaskipið Saga Ruby. Talan var um ein sjúkling, ið mátti undir læknahond. Tilburðirnir høvdu onki við hvønn annan at gera. Skjótt var atborið, og seinni sjúklingurin var flogin á Landsjúkrahúsið eins og tann fyrri. Eftir manni umborð á Heyki Í gjárkvøldið sendi MRCC Tórhavn aftur boð bjargingartyrluni. Ein maður á trolarinum Heyki, ið var staddur eystanfyri, hevði tørv á bráðfangisfluttningi til Landsjúkrahúsið. Allar bjargingarferðirnar gingu skjótt og væl, sigur manningin. Atlantic Airways røkir loftvegis SAR tænastu í Føroyskum øki fyri Fiskimálaráðið. Alt samdøgrið árið runt er ein tyrla við manning tøk at fara á flog upp á stutta tíð. Umleið 50 ferðir um árið eru bráfeingisboð eftir bjargingartyrluni. Eina til tvær ferðir um vikuna eru eisini venjingarflúgvingar fyri at halda manningarnar dagførdar við bjargingararbeiði á sjógvi og landi. Hóast nógvar atfinningar móti Skálafjarðartunlinum seinastu vikuna, ætlar landsstýrismaðurin kortini at undirskriva sáttmálan við útlendska felagið um at byggja og reka tunnilin. Og tað verður hósdagin sum ætlað. Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, kunnaði løgtingið um ælanina kl. 9.30 fyrrapartin. Og fólkatingslimirnir verða kunnaðir kl. 12.00. Copenhagen Ingrastructure Partners Felagið, sum eftir ætlan skal byggja, reka og fíggja Skálafjarðartunnilin, er sum skilst Copenhagen Infrastructure Partners. Felagið hevur gjørt avtalu við danska pensjónsgrunnin, PensjonDanmark, um at gera íløgur fyri seks milliardir krónur. Og PensionDanmark, sum einsamalt hevur 133 pensjónsmilliardir at ráða yvir, er saman við fýra øðrum pensjónsgrunnum ATP, PFA, PKA og SamPension farið í holt við at gera íløgur í almenn undirstøðukervi. Í eini frágreiðing, sum varð kunngjørd í síðsta mánað, stendur júst Skálafjarðartunnilin nevndur sum ein møgulig íløga. Fróði Vestergaard frá Norðurlandahúsinum harmast, at listaverkini ikki fáa frið. Hetta er ein sorgarsøga, sigur hann. Hetta er fyrstu ferð, at standmyndirnar hjá Steinunn Tórarinsdóttir hava verið fyri herverki. Tær hava fyrr verið sýndar fram í øðrum londum, men hetta er fyrstu ferð, at tær hava verið fyri herverki. Standmyndirnar, sum standa í miðbýnum á Vaglinum, í Viðarlundini og uttan fyri Norðurlandahúsið, skulu ætlandi standa til 25. august. Inniluftin í skrivstovunum hjá politinum í Havn fer so illa við summum, sum har arbeiða, at tey noyðast at taka heilivág fyri at kunna vera til arbeiðis, sigur Politistafelagið. Felagið hevur spurt fólk, hvussu tey hava tað. Úrslitið er lítið hugaligt. Bara fimm av 75 siga seg eingi árin hava. Av teimum 75, sum svaraðu spurningunum hjá Politistafelagnum, siga 41 seg hava høvuðpínu og skriða í eygunum. 37 siga seg hava turra húð, og 35 siga seg vera óvanliga troytt. Borgarstjórasessurin í Nes Kommunu, sum seinasta hálva árið hevur verið í hálvtíðarstarvi, fer nú ar røkja borgarstjórastarvið fulla tíð. Tað avgjørdi bygdarráðið í gjárkvøldið. Orsøkin er, at Jóhannus Danielsen, sum tók við sessinum á nýggjárinum, ikki longur røkir nevndarsessir við síðuna av. Sæð burtur frá seinasta hálvárinum hevur borgarstjórastarvið í Nes Kommunu verið fulla tíð seinastu 10 árini. Burtursæð frá seinasta hálvárinum hevur borgarstjórastarvið í Nes Kommunu verið fulla tíð seinastu 10 árini. Starvsnevndin hjá SSF samtykti á fundi hóskvøldið, at tey vilja royna at senda eitt rímiliga stórt lið til Evropameistarastevnuna á stuttgeil, sum verður í Herning í Danmark í desember mánaði. AElig tlanin er, at átta teir bestu svimjararnir, íroknað teir bestu juniorarnir, fara avstað. Talið á svimjarum velst um, hvussu nógv klára kravtíðirnar í heyst. Svimjisambandið sigur, at orsøkin er sjálvsagt, at tað verður lutfalsliga bíligt hjá at senda svimjarar til Danmarkar, heldur enn longur út í heim. Har afturat vil Svimjisambandið stuðla Danmark í at fáa stóra undirtøku úr Norðanlondum. Afturat hesum skipar Svimjisamband Føroya fyri landsdysti ímóti Íslandi hin 5. oktober, og fyri norðurlendskari meistarastevnu og juniormeistarastevnu í Gundadali 6. 8. desember 2013. Hundraðtals nýggj parkeringarpláss verða gjørd, men tey verða gjørd í Marknagili. Tað sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, sum hevur svarað Kristionnu Winther Poulsen, løgtingskvinnu. Hon spurdi landsstýrismannin um vánaligu umstøðurnar at seta bilin frá sær í Hoydølum. Bjørn Kalsø svarar, at møguleikin at gera fleiri parkeringarpláss er kannaður. Men tann loysnin er lutfalsliga kostnaðarmikil, og kann bara brúkast í stutta tíð, tí skúlin um trý ár flytur í Marknagil. Parkeringsætlanin er tískil slept. Men arbeitt verður saman við avvarðandi myndugleikum við øðrum loysnum at tryggja ferðsluviðurskiftini við skúlan í Hoydølum. AElig tlanin er tó at gera hundraðtals nýggj parkeringarpláss til starvsfólk og næmingar í miðnámsskúlunum í høvuðsstaðarøkinum komandi trý árini. Men øll hesi nýggju parkeringarplássini verða gjørd við skúladepilin í Marknagili, svarar landsstýrismaðurin. Tróndur í Gøtu kom á Tvøroyri seinnapartin sunnudagin við 1050 tonsum av makreli. Jupiter kom á Kollafjørð fyrrapartin í gjár við 1200 tonsum av makreli, upplýsir reiðaríið, Varðin. Skipini fiska vestur móti íslendska markinum. Nógv føroysk skip eru har á leiðini, og har eru eisini íslendsk skip. Í vetur sendir Kringvarpið Spískamarið , ið er spildurnýggj matsending við Gutta Winther, sum er kokkur og vertur. Spískamarið leggur dent á allar tær góðu rávørurnar, sum eru í okkara oyggjum. Saman við Gutta uppliva vit umhvørvið og fólkini kring hesar ómetaliga góðu rávørur, samstundis sum Gutti gevur hyggjaranum nýggjan íblástur til, hvussu tað á ein einfaldan hátt kann fáast nakað øðrvísi burtur úr føroyskum mati. Hesa ferð gongur leiðin til Saksunar, har Gutti vitjar Pollin og fær sær góðan føroyskan krækling. Eisini spælir Gutti sær við ymiskum urtum, eitt nú verður snapsur við søtum urtakervli og hvonn evnaður til. Hesa ferð er quot Spískamarið quot í Borðoy, har Gutti tekur jomfrúhummara í Árnafirði og ger drýl við rabarbuøli í Klaksvík. Eisini vitjar Gutti hjallin hjá Guttormi í Múla, har hann finnur ost og skinku, ið matglaðir menn hava latið búnað í eitt ár. Við einari av heimsins bestu rávørum í skjáttuni, setur Gutti sær fyri at evna til eitt føroyskt boð uppá smyrjibreyð. Tað er sonn matgleði, tað er quot Spískamarið quot í Kringvarpinum. Lagt til rættis Pætur Marjunarson Dahl. Gutti leitar eisini eftir serrættinum hjá nólsoyingum, nevniliga Fredrikki . Nólsoyarævintýrið endar úti á Prinsessutoftum, har Gutti matgerð ein sera leskiligan fyltan náta. Eisini finnur Gutti soppar og brobber, sum hann matger alternativar lambsrættir við. Millum annað letur Gutti upp fyrstu quot durumbiks quot í Koltri. Í sendingini fylgja vit kappróðrinum 2013, nú føroyameistararnir hjá 5, 6, 8 og 10 mannaførum við dreingjum, gentum, kvinnum og monnum skulu finnast. Vit síggja brot frá róðrunum og hitta rógvarar og onnur, sum hava við kappróður at gera. Sendinetið fevnir um millumbylgjusendaran, FM sendinetið, luftborna sjónvarps sendinetið og stroyming av sendingum eftir internetinum. Feilmeldingar um sendinetið skulu fráboðast her á síðuni. Boðini verða síðani send víðari til tann stovnin, ið hevur ábyrgdina av uppgávuni. Teir stovnar, ið hava ein leiklut í sendinetinum, eru Mentamálaráðið rekur luftborna sendinetið. Mentamálaráðið hevur avtalu við NET um, at tey reka millumbylgju og FM sendinetið og við Televarpið um nýtslu av sjónvarpssendinetinum. Landsverk rekur FM sendinetið í Hovstunlinum, Leynatunlinum, Norðskálatunlinum, Kollafjarðartunlinum og í Leirvíkartunlinum. Loysnin í Kollafjarðartunlinum og í Leirvíkartunlinum er ein royndarskipan. Tunnilsfelagið rekur FM sendinetið í undirsjóvartunnlum. Kringvarpið rekur stroymingina av sendingum frá teirra heimasíðu. Eru trupulleikar við at hoyra útvarpið ella síggja sjónvarpið, kann boðast frá við at fylla hesa síðuna út, ella við at ringja til Kringvarpið á telefonnummar 298 347500. Air Greenland, sum flýgur millum Grønland og Danmark, fær neyvan kapping í ár. Eitt nýtt flogfelag, Greenland Express, ætlaði at kappast við Air Greenland og bjóða bíligari ferðaseðlar. Men Gert Brask, sum eigur felagið, sigur við grønlendska kringvarpið, at felagið fer neyvan á flog í ár. Hann gevur landsstýrinum skyldina, tí hann fær ikki loyvi frá tí. Bara spurningar Gert Brask sigur, at hvørja ferð, hann hevur svarað spurningum frá landsstýrinum, fær hann nýggjar spurningar haðani. Áhugin fyri Greenland Express er stórur, sigur stjórin. Felagið hevði kunnað selt 13.000 ferðaseðlar fyrsta dagin, sigur hann. Felagið hevur í eina tíð givið fólki møguleika at seta seg fyri ferðaseðli við avsláttri fyri niður í 3.725 krónur aftur og fram. Air Greenland ætlaði at byrja flúgving millum lborg og Grønland 1.juni og í seinasta lagi 15.juli. Flakatrolarin Vesturvón er seldur til Spania. Eitt felag í Vigo, sum eitur Pesquera Áncora, hevur keypt Vesturvón, sum er bygdur í 1987. Vesturvón hevði einki føroyskt fiskilovyi, tí Akraberg er komin í flotan fyri hann. Akraberg, sum er bygdur í 1994, er høvuðsumvældur í Póllandi. Hann hevur higartil fingið loyvi at fiska makrel og norðhavssild í føroyskum sjógvi og rækjur við Svalbard. Akraberg kostar, nú hann er liðugt umvældur, millum 145 og 150 miljónir krónur. Hann fer fyrst á makrelveiðu. 145 milliónir um árið fyri ein tunnil, ella 109 milliónir fyri tveir tunlar. Tað skal løgtingið taka støðu til, tá tað kemur saman aftur á ólavsøku. Aksel V. Johannesen í Javnaðarflokkinum og Bjørt Samuelsen í Tjóðveldi hava gjørt lógaruppskot um at stovna alment partafelag at byggja og reka undirsjóvartunlar millum Eysturoynna og Streymoynna og millum Sandoynna og Streymoynna. Uppskotið um P f Føroyatunlar verður nú sent til hoyringar, áðrenn tað verður lagt fyri løgtingið á ólavsøku. Felagið skal, tá tað verður stovnað í ár, hava tíggju milliónir krónur í partapeningi. Og sambært lógaruppskotinum skal landið seta 250 milliónir krónur afturat í felagið yvir átta ár. Skálafjarðartunnilin fyrst Skálafjarðartunnilin skal gerast fyrst og síðani Sandoyartunnilin. Tá Sandoyartunnilin er liðugur, skal landið lata honum 12 milliónir krónur um árið til rakstur. Sambært uppskotinum skal rundkoyring vera í Skálafjarðartunlinum, so til ber at sleppa í hann og úr honum bæði í Runavík og á Strondum. Bjørt Samuelsen og Aksel V. Johannesen brúka almenn tøl hjá Landsverki, tá tey siga, at almenna loysnin er ein nógv betri íløga fyri samfelagið. Privata felagið skal hava 9,8 prosent í avkasti, rentan hjá almenna felagnum verður trý prosent. Landið kann læna pengar fyri trý prosent í rentu, siga tey bæði tingfólkini. 69 krónur ella 46 krónur Vilja vit gjalda 69 krónur í bummgjaldi í 30 ár fyri at koyra gjøgnum Skálafjarðartunnilin og ongan Sandoyartunnil bora Ella vilja vit gjalda 46 krónur og bora báðar, spyrja Aksel V. Johannesen og Bjørt Samuelsen. Á ólavsøku fær løgtingið eisini uppskotið hjá Kára P. Højgaard, landsstýrismanni, sum er liðugur at samráðast við danska íløgufelagið Copenhagen Infrastructure Partners um Skálafjarðartunnilin. Føroya Tele sleppur ikki longur at lýsa við, at heimasíðan hjá teimum, portal.fo, er nógv mest vitjaða heimasíða í Føroyum. Brúkaraumboðið hevur viðgjørt eina kæru frá Vágaportalinum, og niðurstøðan er, at Føroya Tele hevur ikki nóg góð prógv fyri, at portal.fo er mest vitjaða heimasíðan í landinum. Føroya Tele hevur í kæruviðgerðini svarað, at portal.fo í mong ár hevur verið ovast á vevmátingarlistanum hjá Gallup. Statt counter Vágaportalurin er ikki við á Gallup vevmátingarlistanum, men brúkar Statt counter. Tá Føroya Tele seinni eisini fekk sær Statt counter, vístu tølini frá 1. til 7. apríl, at Føroya Tele eisini har hevði fleiri vitjanir enn Vágaportalurin. Men tað er ikki nóg mikið, sigur Brúkaraumboðið. Tá Føroya Tele lýsir við, at portal.fo er mest vitjaða heimasíðan í Føroyum, liggur próvbyrðan á teimum. Brúkaraumboðið sigur í niðurstøðuni, at hóast vevlistin hjá Gallup og Statt counter siga sítt, so kann hetta ikki brúkast sum próvførsla. Allar føroyskar heimasíður eru ikki á Gallup listanum, har tað kostar at verða við, og tað eru heldur ikki allar, sum brúka Statt counter, ið er ókeypis. Bara samanborið við Vágaportalin Brúkaraumboðið vísir eisini á, at Føroya Tele í sínum svari bara hevur samanborið seg við Vágaportalin, og ikki aðrar føroyskar heimasíður við tíðindum. Brúkaraumboðið heitir á Føroya Tele um ikki framhaldandi at lýsa við at vera nógv mest vitjaða heimasíða við tíðindum í Føroyum, fyrr enn nóg gott skjalprógv er lagt fram. Hetta kann til dømis vera frá einum serkønum á økinum og yvirliti yvir vitjanir á føroysku netmiðlunum. Pál Joensen kom fyrstur á mál í 800 m frí finaluni við tíðini 3.54.17. Hann var meira enn fimm sekund framman fyri nummar tvey. Sostatt hava teir báðir føroysku svimjararnir, Pál Joensen og Magnus Jákupsson, veruliga gjørt um seg higartil. Teir eiga nú tvey Danmarkarmeistaraheitir í part í hesi kappingini. Fyrr í vikuni vann Pál gull í 400 metur frí, og Magnus Jákupsson vann gull í 50 metur rygg. Magnus Jákupsson vann fyri løtu síðani gullheiðursmerki á donsku meistarastevnuni á langgeil. Magnus kappaðist í 100 metur rygg, og vann við tíðini 55.99 sekund. Næstskjótastur var Andrias Schiellerup við tíðini 56.36. Svimjing.com skrivar, at tað var ongantíð nakar ivi um, hvør fór at vinna Magnus Jákupsson hevur nú vunnið bæði 50 og 100 rygg á Donsku meistarastevnuni. Egyptiski andstøðuleiðarin, Mohamed Mustafa ElBaradei, situr í løtuni á fundi við egyptiska herovastan, Abdel Fattah al Sisi, har teir helst viðgera støðuna í landinum. Tað siga tvær politiskar keldur fyri tíðindastovuni Reuters. Á fundinum fer ElBaradei at mæla herinum til at leggja uppí og steðga ófriðinum, sigur ein andstøðukelda. ElBaradei umboðar andstøðuflokkin NSF og aðrar bólkar í samráðingunum við herin. Freistin um at vera úti Um fáar tímar fer freistin, sum herurin hevur sett forsetanum, Mohamed Mursi, at finna eina loysn, ið skal sameina landið. Herurin hevur kravt, at Mursi loysir kreppuna, annars verður lagt uppí. Ein hernaðarkelda sigur fyri Reuters, at herurin væntandi fer at koma við eini kunngerð, tá freistin er úti. Føroysku svimjararnir Pál Joensen og Magnus Jákupsson gera um seg á donsku meistarastevnuni sum er í hesum døgum. Aftur í morgun smurdu teir kappingarneytarnar av. Pál Joensen var fyrstur á mál í innleiðandi umfarinum í 400 metur frí við tíðini. 4.00.76. Næstskjótasti svimjarin var næstan 10 sekund aftanfyri. Magnus Jákupsson var eisini fyrstur á mál í 100 metur rygg. Tíðin hjá honum var 57,67 sekund. Næstskjótasti svimjarin var meira enn hálvt annað sekund aftan yri. Báðir hava sostatt svomið seg í finaluna, og møguleikarnir fyri heiðursmkerjum eru góðir, skrivar heimasíðan svimjing.com. Finalurnar byrja klokkan fýra seinnapartin. Tað ber til at fylgja finalunum beinleiðis á heimasíðuni hjá Danmarksradio, dr.dk, sum stroymar beinleiðis. Hóast U19 landsliðið kom væl frá fyrra hálvleiki, so var mótstøðan ov sterk í dag. Støðan var 6 7 í hálvleikinum, men endaliga úrslitið gjørdist 10 17. Málskjúttar fyri Føroyar vóru Allan Norðberg 2, Hanus Christophersen 2, Eirikur J. Simonsen 2, Jónas G. Djurhuus 2, Julian Olsen 1, Rasmus Gullfoss 1. Fyrsta skotið er nú latið av fyri skúladeplinum í Marknagili. Hálvan apríl setti landsstýrismaðurin í mentamálum hakan í fyri byggingini av nýggja skúladeplinum við Marknagil. Fyrstu arbeiðstakarasáttmálarnir eru undirskrivaðir, og grivið er omanav. Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, vant og trýsti á knøttin, ið loysti fyrsta skotið av. 515 milliónir krónurog 1300 næmingar Seinastu tvær vikurnar hava maskinur grivið oman av grundøkinum við Marknagil, har nógv umrøddi miðnámsskúlin skal byggjast. Skúladepilin við Marknagil fer at hýsa einum samanløgdum Studentaskúla, Handilsskúla og Tekniska Skúla. Tað er TG Verk, ið hevur arbeiðstøkuna av jørð, kloakk, beton og stáli um hendi, men sum hevur veitt jørð og kloakkarbeiðið víðari út til J amp K Petersen. Samlaða fíggjarætlanin fyri verkætlanina er 515 milliónir krónur við innbúgvi og øðrum, og pláss verður fyri umleið 1.300 næmingum. Eftir ætlan skal skúlin takast í nýtslu við skúlaársbyrjan í 2016. Semja er millum Innlendismálaráðið og Copenhagen Infrastructure Partners um einkarrættin til at byggja, reka og fíggja undirsjóvartunnil undir Skálafjørð og Tangafjørð. Samráðingarnar eru lidnar, sigur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, í svar til formenninar í stóru andstøðuflokkunum, Høgna Hoydal og Aksel V. Johannesen. Málið kemur í løgtingið á ólavsøku. Hægri renta Kári P. Højgaard viðgongur í svarinum, at eitt privat felag rindar hægri rentu enn landið hevði gjørt, um tað skuldi bygt og átt tunnilin.Men hann sigur eisini, at óvist er, um landið kann læna til eina so stóra byggiverkætlan fyri somu rentu, sum landskassin annars lænir fyri. Landsbankin ávaraði um, at ein tílík lántøka fer at ávirka ratingina hjá Føroyum hjá Moodys til tað verra. Tað hevði tó borið til at latið privat gjørt tunnilin nógv bíligari, um landið kundi tryggjað teimum eina ávísa minstu ferðslu. Hesin møguleiki er ikki í lógaruppskotinum, sum landsstýrismaðurin hevur arbeitt eftir. Og politisk undirtøka er ikki fyri, at tað almenna skal bera váða, sigur Kári P. Højgaard. Ikki í løgukarminum Hann sigur, at pláss er ikki fyri tunlinum í løgukarminum hjá landinum. Landið hevði onga aðra íløgu kunnað gjørt næstu fýra til fimm árini. Niðurstøðan hjá landsstýrismanninum er púra greið antin gera privat Skálafjarðartunnilin, ella verður hann als ikki gjørdur. Hóast Eik Banki tók við føroysku deildini hjá íslendska bankanum Kaupthing í 2007, heftir Eik Banki Føroya ikki fyri sonevndu tryggu virðisbrøvini uttan váða, sum Kaupting seldi føroyingum. Virðisbrøv, sum mistu alt virðið, tá millum annað amerikanski bankin Lehmann Brothers fór á heysin í 2008. Tí ber heldur ikki til at fara til Eik Banka Føroya eftir mistu pengunum. Tað sigur Føroya rættur í tveimum dómum, sum vórðu sagdir mánadagin. Var Kaupthing framvegis til, hevði borið til at fara til hansara eftir pengunum, sum fólk settu í virðisbrøvini, tí tey fingu vissu um, at tey vóru trygg. Kaupting hevði havt skyldu til at lata fólki pengarnar aftur. Men av tí at Eik Banki ikki keypti partabrøvini í Kaupthingi í Føroyum, tók Eik ikki á seg ábyrgdina av tryggu virðisbrøvini. Og tí fekk Eik Banki Føroya viðhald í Føroya rætti. Heldur ikki endurgjaldsábyrgd Sambært sáttmálanum um yvirtøkuna átók Eik sær heldur ikki endurgjaldsábyrgd fyri Kaupthing. Eik Banki Føroya er tí frídømdur í sakarkravinum um, at hann viðgongur, at virðisbrævakeypini verða ógildað og pengarnir goldnir aftur. Tí fær Poul Michelsen ikki 415.000 krónur, sum hann stevndi Eik Banka Føroya eftir. Og Sólborg Dulavík fær ikki 288.000 krónur Tvørturímóti skal hon rinda Eik Banka Føroya 30.000 krónur í sakarkostnaði. Men kortini fær Poul Michelsen 318.000 krónur umframt rentu. Tær fær hann, tí ein ráðgevi hjá Eik Banka í 2008 ikki ávaraði hann móti virðisbrøvunum í Lehmann Brothers, sum tá var farin at ridla. Tann 14.juli í 2008 mælti ráðgevin Poul Michelsen til ikki at sleppa sær við við virðisbrøvini. Tveir mánaðir seinni fór Lehmann á heysin. Føroya rættur sigur, at ófullfíggjaða ráðgevingin, sum Poul Michelsen fekk frá Eik Banka, gjørdi, at hann misti sínar pengar. Heftir fyri ráðgevan Og Eik heftir fyri sín ráðgeva, og skal tí gjalda Poul Michelsen 318.000 krónur og 33.000 krónur í sakarkostnaði. Poul Michelsen stevndi í hesum førinum eftir góðum 355.000 krónum. Men av tí at Poul Michelsen hevur fingið góðar 37.000 krónur frá trotabúnum eftir Lehmann Brothers, endaði talið á 318.000 krónur Sambært Brandi Ellingsgaard, advokati, hava onnur fingið somu ráðgeving sum Poul Michelsen fekk. Hetta er so tað, sum Føroya rættur kom til.Men advokaturin hjá Poul Michelsen og Sólborg Dulavík, Brandur Ellingsgaard, kannar nú, um málini skulu roynast í Landsrættinum. Hann hevur hetta til ólavsøku at kæra til Landsrættin. Somu freist hevur Eik Banki Føroya sjálvandi, hevur hann hug at royna málið í Landsrættinum, nú bankin er dømdur at gjalda Poul Michelsen endurgjald fyri tryggu íløguna uttan váða. Føroysku U19 dreingirnir í hondbólti vunnu 22 21 móti Slovakia, sum undan dystinum lá nummar eitt í bólkinum. Tískil liggur Føroyar nú á deildum 1. plássi saman við Slovakia, sum hevur vunnið allar sínar dystir higartil, undantikið ímóti føroyska liðnum. Topp skjúttar í dystinum ímóti Slovakia vóru Eirikur Simonsen við 6 málum og Allan Norðberg við 5 málum. Slovakarnir vóru vælvaksnir og skutu nógv úti frá, men føroyingarnir vardu væl og Tóraldur Kollsker stóð sera væl í málinum við einum bjargingarprosenti upp á 41. Føroyingarnir tordu, spældu við ferð, sýndu eitt gott liðavrik og vunnu stigini. EB Streymur fekk í kvøld eitt frálíkt úrslit í undanumfarinum til Champions League. Nógv bendi tó á, at tað skuldi blíva liðið úr Andorra, sum fór avstað við sigrinum. Lusitanos kom á odda við brotssparkið frá Martinez, tá 24 minuttir vóru spældir. Fimm minuttir aftan á økti sami Martinez til 2 0, sum eisini var hálvleiksstøðan. EB Streymur gjørdi eina útskifting í hálvleikinum. Arnbjørn Hansen kom inn fyri Gunnar Zachariasen, og tað skuldi vísa seg at rigga. Men áðrenn nakað riggaði hjá EB Streymi skuldu teir ígjøgnum meira mótvind. Fyrst bleiv Gert Hansen útvístur, tá 62 minuttir vóru spældir. Løtu seinni fekk Lusitanos brotsspark, men hesum bjargaði Gango í EB Streyms málinum. Og so byrjaði eitt flott comeback. Fyrst minkaði Arnbjørn Hansen til 2 2, tá 67 minuttir vóru spældir, og bara tveir minuttir aftan á javnaði Levi Hansen við brotssparkið. Við 2 2 javnleikinum hevur EB Streymur eitt sera gott útgangsstøðið undan heimadystinum. Við tveimum máli á útivølli er tað nokk hjá EB Streymi at spæla 0 0 ella 1 1. Tá tað er sagt, er eingin orsøk til at EB Streymur ikki skal fara eftir sigrinum, tí sambært heimasíðuni hjá UEFA, spældu sundalagsmenn seg til fleiri málmøguleikar afturat við bara tíggju monnum. EB Streymur tekur ímóti Lusitanos á Tórsvølli 9.juli Á býráðsfundi hóskvøldið, samtykti Runavíkar kommuna at keypa bygningin, har politistøðin í Runavík heldur til. Bygningurin er 25 ára gamal, og er í rímiligum standi, sigur borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Magnus Rasmussen. Prísurin er 2,4 miljónir krónur. Tað er Slots og Ejendomsstyrelsen sum selur bygningin, har politstøðin heldur til, tí tey halda seg ikki hava brúk fyri bygninginum meiri, sigur borgarstjórin í Runavík, Magnus Rasmussen. Skulu leiga frá Runavíkar kommunu Politistøðin í Runavík hevur leigað frá Slots og ejendomsstyrelsen, og nú skal støðin so leiga frá Runavíkar kommunu. Talan verður nú bert um helvtina av bygniginum. Eftir umskipanina í løgregluni í Føroyum fyrra árið hevur politistøðin í Runavík bara brúk fyri helvtini av bygninginum. Kommunan hevur keypt bygningin, tí hann stendur mitt í hjartanum í býnum, og kommunan fer annaðhvørt sjálv at brúka part av bygninginum, ella at leiga øðrum at brúka, sigur borgarstjórin í Runavíkar Kommuni. Eftirlýsti njósnarin, Edward Snowden, hevur biðið um friðskjól í 20 londum, millum annað í Íslandi, Noregi og Finnlandi. Tað skirvar Wikileaks. Íslendska sendistovan í Moskva fekk í gjár umbøn um friðskjól sendandi frá Snowden, og umsóknin varð send víðari til íslendska uttanríkisráðið. Men í Íslandi hava tey ongan skund. Sambært íslendska Ríkisútvarpinum, kemur umsóknin frá Snowden inn í røðina, saman við øllum hinum umsóknunum. Og hon verður avgreidd, tá hon eigur tørn. Norska uttanríkisráðið hevur váttað fyri Ritazau tíðindastovuni, at fyrrverandi amerikanski fregnartænastumaðurin hevur sent teimum umsókn í faxi frá norsku sendistovuni í Moskva. Umbønin ógildug Men umsóknin er helst ógildug, tí sambært norskari lóg, skalt tú verða staddir í Noregi ella við norska markið, ætlar tú skalt søkja um friðskjól, skrivar Norska kringvarpið. Myndugleikarnir í Finnlandi vátta eisini, at teir hava fingið umbørn um friðskjól frá Edward Snowden. Og her eru somu lógir sum í Noregi galdandi fyri friðskjól. Slíkar lógir eru somuleiðis galdandi í Spania, Eysturríki og Póllandi, har Snowden eisini hevur søkt um friðskjól. Snowden hevur eisini biðið um friðskjól í Kina, Fraklandi og Venesuela. Hann er framvegis í ongamannalandi, á altjóða flogvøllinum í russiska høvuðsstaðnum, Moskva. Føroyingar vilja hava nýggjar samráðingar um býtið av norðhavssildini. Tað er greitt eftir fundin, sum Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, og Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, høvdu við Villy Søvndal, uttanríkisráðharra, í Keypmannahavn fyrrapartin. ES fær bræv Danska uttanríkisráðið fer at senda ES bræv, har sagt verður, at føroyingar eru fúsir at samráðast aftur um norðhavssildina. Tað er framvegis ógreitt, nær ella um ES fer at seta handilstiltøk í verk móti Føroyum. Tá Kringvarpið eftir fundin fyrrapartin spurdi Villy Søvndal, uttanríkisráðharra, Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, og Jacob Vestergaard, landsstýrismann, svaraðu teir, at teir vita einki um tiltøk, men formliga ber til hjá ES at seta tiltøkini í verk longu í summar. Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum á middegi. Føroyska U19 landsliðið mátti lúta 16 23 fyri Sveits eftir ein heldur lakan fyrra hálvleik, har føroyingarnir høvdu tað trupult við stóru sveisarunum. Í seinna hálvleiki gekk betri og hendan vunnu føroyingarnir 11 10. Málskjúttar vóru Allan Norðberg 3, Eirikur J. Simonsen 3, Julian Olsen 2, Pætur Thomsen 2, John Nielsen 2, Jónas G. Djurhuus 2, Rói B. Hansen 1, Tróndur Arge 1 Føroyska U19 landsliðið vann 16 11 ímóti Estlandi í European Open í Partille í Svøríki. Hálvleiksstøðan var 5 4 til Føroyar. Eftir heldur málfátækan fyrra hálvleikin, fór føroyska liðið frá tí estiska og vann trygt 16 11. Málskjúttar fyri føroyska liðið vóru Julian Olsen 3, Helgi Hoydal 3, Allan Norðberg 3, Rasmus Gullfoss 3, Eirikur J. Simonsen 2, Rói B. Hansen 1, Tróndur Arge 1 Landsverk hevur góðkent seks byggifyritøkur, sum kunnu bjóða seg fram at gera tunnilin til Viðareiðis og vegirnar í sambandi við tunnilin. Tær eru Samtakið Articon og LNS, J amp K Petersen, IAV Føroyar, Ístak, MT Højgaard og NCC Construction. Fyritøkurnar fáa í næstum útbjóðingartilfarið sendnadi. Tunnilin til Viðareiðis verður 1850 metrar til longdar. Hann verður gjørdur ur Hvannasundi til Middals. Í Hvannasundi verður nýggjur vegur gjørdur til tunnilsmunnan, og nýggjur vegur skal eisini gerast út Middali til Viðareiðis. Nýggja vegalongdin verður umleið fýra kilometrar. Fíggjarkarmurin hjá løgtinginum fyri nýggju farleiðina til Viðareiðis er sambært verklagslógini 162 milliónir krónur Arbeiðið skal eftir ætlan byrjast næsta ár. Lærarafelagið rópar nú varskó, tí lærararar kring landið fáa ikki ásetta lønarískoytið fyri arbeiði í sjálvstýrandi toymum. Orsøkin er, at skipanin við sjálvstýrandi toymum framvegis ikki er formliga staðfest, hóast hon hevur virkað í fleiri ár, og alt fleiri skúlar arbeiða í toymum. Tí er tað at gera mismun, at ikki allir lærararnir fáa lønarískoyti at arbeiða á henda hátt, sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum, við heimasíðu felagsins. . Enn eru tað bara lærararar á Skúlanum við Løgmannabreyt, sum fáa lønarískoyti fyri at arbeiða í sjálvstýrandi toyumum. Har hevur skipanin verið roynd í fimm ár, og hetta sær formaðurin í lærarafelagnum vera at blástempla skipanina. Líkist ongum Tað líkist ongum, at tað ikki verður avgjørt, at skipanin eisini eigur at galda fyri aðrar skúlar. Eftirmetingin vísir, at skipanin eigur at halda fram. Kortini taka myndugleikarnir onga avgerð, hóast øll gransking eisini vísr, at skipanin við toymum er vegurin, vit mugu fara í einum nýtímans skúla, sigur formaðurin í Lærarafelagnum. Stendur tað til Føroya Lærarafelag, eigur skipanin við sjálvstýrandi toymum at verða sett í verk í øllum skúlunum, sum kunnu lúka treytirnar fyri sjálvstýrandi toymi. Svimjing.com skrivar, at Pál Joensen spældi seg til ein knúsandi moralskan sigur á donsku meistarastevnuni á langgeil, tá ið hann í 800 metra frísvimjing svam teinin uppá 8 03.77, har hin næstskjótasti og nú danski meistarin Marc Bach Nielsen svam teinin uppá 8 32.79. Úrslitalistin sæst her livetiming.dk results.php cid 1457 amp session 2 amp round F amp event 4 Trýstið á egyptiska forsetan, Muhammed Mursi, veksur støðugt. Í gjár gav herurin forsetanum freist til í morgun at finna eina loysn til tess at sameina landið, og at boða frá loysnini í sjónvarpi. Mursi sigur, at hann sýtir fyri at gera eftir kravboðunum frá herinum, men í veruleikanum eru dagar hansara sum landsins leiðari taldir, sigur danski journalisturin, Eva Plesner, sum býr í Kairo, við danska kringvarpið. Kvettið móti Mursi er í veruleikanum longu framt. Herurin hevur víst, hvør hevur valdið, sigur Eva Plesner. Valdur í fjør Muhhamed Mursi kom til valdið í Egyptalandi fyri einum ári síðani, tá forsetaval var í landinum. Men stjórnin er farin at syndrast. Seinastu dagarnar hava seks ráðharrar lagt frá sær. Stórar mótmælisgongur hava verið í Egyptalandi, og harðir samanbrestir hava verið millum mótmælisfólk og løgregluna. Fleiri hava latið lív og fleiri hundrað eru særd í samanbrestunum. Magnus Jákupsson svam seg til gull í donsku meistarastevnuni á langgeil. Hann svam 50 metur teinin upp á 25,63 sekund. Nummar tvey bleiv Andreas Schiellerup við tíðiini 26.07. Hetta er nýtt persónligt met hjá Magnusi og eisini greitt besta tíð í Danmark í ár. Tíðin hjá Magnusi er næstan eitt heilt sekund skjótari enn føroyska metið, sum hann setti á donsku meistarastevnuni í fjør. Tí er einki at ivast í, at Magnus Jákupsson er ein spennandi svimjari, sum er í stórari menning í løtuni. Víkingur og Jógvan Martin Olsen eru í komin ásamt um at steðga samstarvinum. Víkingur hevur samstundis gjørt sáttmála við Sigfríð Clementsen fyri restina av kappingarárinum og fyri kappingarárið 2014. Heðin Askham er nýggjur NSÍ venjari. NSÍ skrivar á heimasíðuni, at felagið hevur skrivað sáttmála við Heðin Askham fyri tað sum er eftir av hesum kappingarárinum. Heðin Askham var frá 2009 til 2012 venjari hjá EB Streymi. Har vann hann bæði FM heitið og steypakappingina. Eftir FM sigurin í fjør segði Heðin Askham, at hann ynskti ein steðg. Heðin Askham avloysir Abraham Løkin, sum ynskti at blíva loystur úr starvinum. NSÍ er eftir 15.umfør, á fimta plássi við 20 stigum Ferðslan í Vágatunlinum og Norðoyatunlinum er vaksin fyrra hálvár samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Fyrr hálvár koyrdu sløk 298.000 akfør í Vágatunlinum. Vøksturin er 5,5 prosent. Miðalferðslan var 1644 akfør um dagin frá 1. januar til 1. juni. Í Norðoyatunlinum koyrdu 377.000 akfør fyrra hálvár. Vøksturin er 3,4 prosent samanborið við somu tíð í fjør. Miðalferðslan í Norðoyatunlinum var 2084 akfør um dagin. Prísirnir lækka Í dag lækka prísirnir at koyra í undirsjóvartunlunum. Persónbilar rinda 110 krónur fyri túrin, og 55 krónur við kubba. Størri akfør rinda 320 krónur fyri túrin, og 160 krónur við kubba. Árshaldið at koyra í tunlunum er 9.000 krónur Bæði landið og kommunurnar hava fingið minni í skatti fyrra hálvár í ár samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Tað vísir ein nýggj skattauppgerð hjá TAKS fyri fyrstu seks mánaðirnar í ár. Landskassin hevur fingið slakar 610 milliónir krónur í skatti, og hetta er eitt sindur minni enn fyrstu seks mánaðirnar í fjør. Skattainntøkan er tvær milliónir krónur minni, sum svarar til 0,34 . Kommunurnar hava higartil í ár samanlagt fingið 692 milliónir krónur í skatti, og tað eru 10 milliónir krónur færri, ella 1,45 minni enn sama tíðarskeið í fjør. Stóru kommunurnar størri inntøku AVstørru kommununum hava millum aðrar Klaksvíkar kommuna, Tvøroyrar kommuna, Sørvágs kommuna, Sunda kommuna, Vágs kommuna og Fuglafjarðar kommuna framgongd. Hinvegin hava eitt nú Runavíkar kommuna, Vestmanna kommuna, Eysturkommuna og Tórshavnar kommuna hava fingið minni inn í skatti fyrstu seks mánaðirnar í ár sammett við í sama tíðarskeið í fjør. Tórshavnar kommuna er millum kommunurnar, sum í ár hava lægri skattaprosent enn í fjør. 113 milliónir í eftirlønarskatti Fyrstu seks mánaðirnar í ár eru slakar 113 milliónir krónur komnar í eftirlønarskatti og 19 milliónir í kirkjuskatti. Eftirlønarskatturin er væl hægri enn sama tíðarskeið í fjør, slakar 17 milliónir krónur meira. Eftirlønir, ið verða fluttar uttanlands, vórðu ikki skattaðar fyrra hálvár í fjør, og tí er neyðugt at taka fyrivarni við samanberingargrundarlagnum, tá ið tað snýr seg um eftirlønirnar. 252 fleiri akfør vórðu seld fyrra hálvár í ár samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Bilsølan, sum fór at vaksa aftur í fjør, er framvegis stór 957 akfør Fyrstu seks mánaðirnar vórðu seld 957 akfør samanborið við 705 somu tíð í fjør. Vøksturin er sløk 37 prosent. 233 fleiri persónbilar eru seldir í ár enn í fjør. Vøksturin er sløk 45 prosent. Í juni vórðu seldir 159 nýggir persónbilar, 57 fleiri enn sama mánað í fjør. Í ár eru seldir 96 nýggir hýruvognar, 29 fleiri enn somu tíð i fjør. Áhugin at keypa lendisakfør er eisini vaksin. Í ár eru 11 lendisakfør seld, 10 fleiri enn fyrra hálvár í fjør. Poul Michelsen fekk partvíst viðhald, men Sólborg Dulavík, sum hevði eitt sakarkrav minni enn Poul Michelsen, fekk ikki viðhald í sínum krøvum. Eik Banki varð frídømdur í Føroya rætti í bæði fyrsta og øðrum sakarkravinum hjá Poul Michelsen og Sólborg Dulavík. Hesi bæði sakarkrøvini vóru tey somu hjá báðum. Eitt krav afturat Men so hevði Poul Michelsen eitt sakarkrav afturat, sum hann fekk viðhald í og sum ger, at Eik Banki skal gjalda honum slakar 320.000 krónur sambært dóminum hjá Føroya rætti. Talan er um tey sonevndu tryggu evropeisku virðisbrøvini, sum Kaupting Banki seldi í Føroyum í 2006. Nógv í Føroyum keyptu virðisbrøvini, tí tey skuldu vera ein trygg íløga. Men tann tryggleikin hvarv sum døgg fyri sól, tá amerikanska bankin Lehmann Brothers fór á heysin í 2008. Eik yvirtók Kaupting í Føroyum í 2007, og tí stevndu Poul Michelsen og Sólborg Dulavík Eik Banka eftir pengunum, sum tey mistu. Nýggi ketilin verður so effektivur, at meira verður til Fjarhitafelagið, so nógv, at tað svarar til heitt vatn til 200 sethús. Brennistøðan á Hjalla skal hava nýggjan ketil fyri 30 milliónir krónur Sáttmáli er gjørdur við Boilerworks um nýggjan ketil. Ketilin á Hjalla verður skiftur í apríl og mai næsta ár. Í umbyggingartíðini, sum verður okkurt um seks vikur, verður ruskið ballað og lagt á goymslu, so ruskinnsavningin og móttøkan av ruski verður ávirkað sum minst. 26 ára gamal Ketilin á Hjalla er 26 ára gamal. Hann er vorðin slitin, og tað hevur elvt til ymsar trupulleikar seinastu árini. Sambært býráðnum fær Fjarhitafelagið eisini gagn av nýggja ketlinum, tí felagið fær tíggju prosent meira hita frá Brennistøðini. Tað svarar til hitanýtsluna hjá 200 sethúsum. Fyri fyrstu ferð í fýra ár høvdu peningastovnarnir í Føroyum vinning í fjør, tá úrslitini hjá øllum fýra eru løgd saman. Avlopið hjá bankunum og sparikassunum var samanlagt 160 milliónir krónur í fjør. Og tað er fyrstu ferð síðani 2008, at avlop er. Peningastovnarnir eru annars ikki nøgdir við úrslitið í 2012, tá ræður um renting av eginognini. Harmast lønarhæddaravgjaldið Og peningastovnarnir eru harmir um, at løgtingið hækkaði lønarhæddaravgjaldið úr tíggju prosentum upp í 12 prosent. Hetta gjørdi kappingarfortreytirnar enn verri, siga peningastovnarnir, sum vænta at skulu rinda 40 milliónir krónur í lønhæddaravgjaldi í ár. Innlánini hjá peningastovnunum vuksu bara 100.000 krónur í fjør, útlánini minkaðu 700.000 krónur Mett verður, at útlánini fara at vaksa nakað í ár. Løgtingsins umboðsmaður fekk hálvthundrað klagur í fjør. 46 vórðu avgreiddar og harafturat vórðu 16 eldri klagur avgreiddar í fjør. Men 41 av teimum hálvthundrað klagunum, sum komu í fjør, vórðu avvístar. Tær flestu eru avvístar, tí Løgtingsins umboðsmaður helt ikki, at grundarlag var fyri víðari kanningum. Nakrar klagur komu ov seint, í nøkrum førum var kærumøguleiki ikki royndurn og nakrar klagur vóru uttan fyri heimildarøkið hjá umboðsmanninum. Eftirlitskanningar fyltu mest Eftirlitskanningar í sambýlum hjá menningartarnaðum og sinnisveikum fólkum eyðkendi arbeiðið hjá stovninum í fjør. Endaliga arbeiðið við hesum kanningum var ikki liðugt í 2012. Hesar kanningar hava víst, at stórur tørvur er á at gera slíkar kanningar, stendur í ársfrágreiðingini hjá Løgtingsins umboðsmanni fyri 2012. AElig tlanin er í framtíðini at umskipa arbeiðsorkuna hjá umboðsmanninum soleiðis, at meira orka verður løgd í eftirlitsvitjanir á stovnum og sambýlum hjá Almannaverkinum. Flestu niðurstøðurnar, sum Løgtingsins umboðsmaður gjørdi í fjør vóru um innlitsmál, 13, starvsfólkamál, 11 og almannamál, eisini 11. Føroyar seldu londum, sum ikki eru í ES, sild fyri næstan 55 milliónir krónur meira enn Føroyar seldu ES sild fyri í fjør. Knappliga 30.000 tons vórðu seld londum uttan fyri ES fyri slakar 190 milliónir krónur ES keypti 16.000 tons fyri 135 milliónir krónur vísa tøl, sum Útvarpið hevur fingið frá Hagstovuni. Sambært hesum fæst betri prísur fyri sildina í ES. Føroyar seldu ES og londunum, sum ikki eru í ES, á leið líka nógvan makrel í fjør. Til ES fóru góð 47.000 tons fyri 434 milliónir krónur Onnur lond keyptu somu nøgd fyri góðar 40 milliónir krónur minni. Ger ES álvara av at seta í gildi handilsforðingar móti føroyskum útflutningi, skulu nýggir marknaðir finnast fyri rættiliga nógv túsund tons av uppsjóvarfiski aðrastaðni. Lív er við, nú danska íløgufelagið Copenhagen Infrastructure Partners hevur samráðingar við Innlendismálaráðið um Skálafjarðartunnilin. Tað sigur Rune Bro Róin, sum sjálvur fjórði eigur Copenhagen Infrastructure Partners. Hann sigur, at hann kann vátta, at Copenhagen Infrastructure Partners saman við PensionDanmark og í samstarvi við Lív er í dialogi við landsstýrið um at fíggja Skálafjarðartunnilin. Tú Útvarpið fríggjadagin vendi sær til Copenhagen Infrastructure Partners og spurdi um Skálafjarðartunnilin, varð fyrispurningurin sendur víðari til PensionDanmark. Og tað var kunningarleiðarin hjá PensionDanmark, Michael Carlsen, sum svaraði, at vit vóru vælkomin at endurgeva Rune Bro Róin fyri, at dialogur er við landsstýrið. Ingi formaður Tað er neyvan tilvild, at Ingi Højgaard, advokatur í Havn, er stjóri í báðum partafeløgunum, sum Copenhagen Infrastructure Partners stovnaði í Føroyum fyri stuttum. Ingi Højgaard er eisini nevndarformaður í P f Skálafjarðartunlinum, sum Lív eigur. Tað partafelgið er áhugavert hjá Copenhagen Infrastructure Partners, tí felagið eigur seismiskar kanningar, sum eru gjørdar í havbotninum undir Skálafjørðinum, og onnur kanningarúrslit, millum annað ferðsluteljingar. Hesi úrslit eru til sølu. Tá landið í 2011 skuldi gera tunnilin millum Eysturoynna og Streymoynna, stóð landsstýrinum í boði at keypa tilfarið frá P f Skálafjarðartunlinum. Men landið keypti ikki. Copenhagen Infrastructure Partners hevur eisini vent sær til onnur í Føroyum, sum eiga pengar, eitt nú Íleggingargrunnin, sum fíggjaði Vágatunnilin og Norðoyatunnilin. Uppskotið kemur á ólavsøku Fríggjadagin segði landsstýrismaðurin í innlendismálum, Kári P. Højgaard, at neyðugu lógarbroytingar í sambandi við Skálafjarðartunnilin koma ikki í løgtingið fyrr enn á ólavsøku. AElig tlanin var annars, at løgmaður skuldi kalla tingið saman nú fyri at fáa málið avgreitt sum skjótast. Tað gevur samstundis andstøðuni betri stundir at snikka til eitt mótspæl. Fólk í Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi arbeiða við tí og hava millum annað fingið serfrøðingar at gera nýggj tøl um eitt nú ferðsluna, sum kann væntast at fara gjøgnum ein tunnil millum Eysturoynna og Streymoynna. Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi vilja, at landið byggir Skálafjarðartunnilin, so avkastið av tunlinum verður verandi í Føroyum. Eftirlønarskyldan hjá landskassanum mótvegis tænastumannastørvum røkkur langt út í framtíðina, tí okkurt um 900 tænastumenn ella fyrrverandi tænastumenn, sum eiga rætt til eftirløn, eru framvegis á arbeiðsmarknaðinum. Tað hevði kostað landskassanum tríggjar milliardir og 460 milliónir krónur, skuldi landið í dag keypt seg leyst frá skylduni at rinda tænastumonnum eftirløn. Eftirlønin kostar tríggjar milliardir og 860 milliónir, men statskassin eigur tær 400 milliónirnar, so eftir hjá landskassanum eru 3,46 milliardir krónur Tað hevur ein aktuarur, ein tryggingarfrøðingur, roknað út fyri Gjaldstovuna. Talið er nevnt í Landsroknskapinum fyri 2012. Roknað er við einum prosenti í rentu, tá skyldan hjá landskassanum er roknað. Okkurt um 1500 tænastumenn eiga eftirløn hjá landskassanum. Ikki skrásett Í 2005 gjørdi Landsgrannskoðanin vart við, at hendan risastóra útreiðslan hjá landskassanum var onga staðni skrásett. Og fyri einum ári síðani kundi Fíggjarmálaráðið so koma við einum tali. Lógin sigur, at tá tænastumaður fer frá við eftirløn, hevur landskassin skyldu til at rinda eftirløn, so leingi tænastumaðurin livir, og eftir tað rinda eftirløn til hjúnafelaga og børn undir 21 ár. Tænastumannastarvið tikið av Nú verða fólk ikki longur sett í tænastumannastørv, men eftirlønarskyldan hjá landskassanum røkkur langt út í framtíðina, tí okkurt um 900 tænastumenn ella fyrrverandi tænastumenn, sum eiga rætt til eftirløn, eru framvegis á arbeiðsmarknaðinum. Harafturat veðheldur landskassin fyri teimum elstu eftirlønartryggingunum hjá Lív. Landskassaveðhaldið var í 2011 ein milliard og góðar 200 milliónir krónur Formaðurin í Islamska Kjarnorkufelagnum í Iran, Fereydoun Abbasi Davani, segði á eini ráðstevnu í Santa Pætursborg í Russlandi fyrr í vikuni, at uranium framleiðslan og ætlanirnar við kjarnorkuútbyggingini sum heild heldur ótarnað fram. Kjarnorkuframleiðslan er eisini ætlað í heilsuligum høpi, segði Abbasi Davani. Fyrr í mánaðinum vann Hassan Rohuani iranska forsetavalið. Eftir valið fekk umheimurin vón um, at iranska kjarnorkuútbyggingin fór at steðga ella í minsta lagi at minka ferðina nakað. Jákup Andreasen, sum hevur verið skúlastjóri í skjótt 25 ár, hevur fingið farloyvi í eitt ár. Kristinbjørg Høgnesen er útbúgvin cand. mag. í føroyskum og enskum, og hevur undirvíst á Fiskivinnuskúlanum síðan januar 2011. Mannarættindafeløg kunnu prógva, at í minsta lagi 359 fólk vórðu pínd fyrstu ellivu mánaðirnar undir Mohamed Mursi. Tað var annars harðrenda framferðin hjá løgregluni undir mótmælunum, sum førdi við sær, at Hosni Mubarak noyddist at leggja frá sær. Mohamed Mursi, forseti, fyrsti demokratiskt valdi forsetin í Egyptalandi, lovaði, at hann fór at granska øll løgreglufólk og trygdarfólk, sum høvdu gjørt seg inn á mótmælisfólk. Men hóast hetta lyftið, er píningin bara hildin fram, sambært nýggjari frágreiðing hjá mannarættindafelagsskapinum, El Nadim Center for Rehabilitation og Victims of Violence and Torture. Tríggir aðrir lokalir mannarættindafelagsskapir hava eisini undirskrivað frágreiðingina. Ikki nóg mikið við at píningin heldur fram sum áðrenn kollveltingina, hon er versnað. Andlitini eru nýggj, men skipanin er hin sama Talan er um einaveldi, skipanin er ráðarík, og trygdarbygnaðurin hevur støði í markleysum harðskapi, verður sagt í frágreiðingini hjá El Nadim Center for Rehabilitation of Vistims of Violence and Torture. Síðan Mursi tók við sum forseti 30. juni í fjør og til endan av mai mánað, eru í minsta lagi 359 fólk pínd, og 217 teirra eru deyð. Muslimska brøðralagið tosar heitt um trúarligar uppfatanir av morali, men heldur fram við píning sum eitt skipað vápn fyri egyptiska státin, júst soleiðis sum hernaðarstýrið gjørdi, siga El Nadi og hinir tríggir mannarættindafelagsskapirnir. Uppskotið kemur í tingið á ólavsøku, tá nýggj tingseta byrjar, sigur Kári P.Højgaard, landsstýrismaður, í dag. Hann vil ikki siga, um samráðingarnar hjá Innlendismálaráðnum við danska íløgufelagið Copenhagen Infrastructure Partners eru lidnar. Tingið skal viðgera broytingar í lógini frá 2010 um einkarrætt at byggja, reka og fíggja undirsjóvartunnil undir Skálafjørð og Tangafjørð. Tað sigur Blái Krossur í ársfrágreiðing sínari fyri 2012. Royndir frá innleggingum á Blákrossheiminum vísa, at flestu rúsevnismisnýtararnir nýta fleiri rúsevni. Í 2006 vóru fýra rúsevnismisnýtarar millum 16 og 30 ár í viðgerð. Í fjør vóru 16 rúsevnismisnýtarar í hesum aldrinum til viðgerðar á Blákrossheiminum. Tey ungu brúka í størri mun sterkaru rúsevnini saman við rúsdrekka. Og hetta ger tað truplari og drúgvari at viðgera hesar misnýtararnar. Sambært Arbeiðsloysisskipanini eru 1171 fólk arbeiðsleys í dag. Hetta eru tey, sum eru í ALS. Tey, sum fáa almannahjálp, tí tey eru arbeiðsleys, eru ikki við í tølunum hjá ALS. 138 peningastovnar í donskum, svenskum, norskum og føroyskum peningastovnum eiga SDC, og tær 353 milliónir krónurnar, sum verkætlanin kostaði SDC í fjør, noyðast peningastovnarnir at gjalda. SDC er givið at menna eina verkætlan, ið eitur Calypso. Hendan ætlan skuldi stýra váðanum hjá peningastovnunum. Váðastýringin skuldi gerast betri, men verkætlanin fór fyri skeyti, skrivar Børsen. Skandinavisk Data Center, SDC, sum er kt veitari hjá teimum smáu bankunum, og kappingarneytin BEC skuldu menna verkætlanina saman. AElig tlanin var, at Calypso, sum er amerikanskt, skuldi rudda slóð fyri, at SDC og BEC løgdu saman. Men eftir at ætlanin um samanlegging varð av ongum, helt BEC fram við at menna Calypso við góðum úrsliti. Hjá SDC bar tó als ikki til at fáa nakað burtur úr Calypso. Hetta kann gerast ein stórur trupulleiki hjá peningastovnunum í SDC, sigur Morten Jeppesen, sum er blaðstjóri á Børsen. Eru tær skipanir, sum SDC brúkar, ikki førar fyri at rokna váðan, kann tað elva til trupulleikar. Landsverk sigur í tíðindaskrivi, at Biskupsgarðurin, sum er bygdur umleið 1950, var slitin og ótíðarhóskandi. Tørvur var tí á at umvæla og nútímansgera garðin. Føroya Stiftsstjórn og Landsverk fóru síðst í 2011 undir at fyrireika eina høvuðsvæling av garðinum, sum bæði hýsir dagliga virkseminum hjá Føroya Stiftsstjórn, og samstundis er embætisbýli hjá Biskupi og familju hansara. Umvælingin og umbyggingin hevur fevnt um umleið 450 fermetrar, sum eru høvuðsbygningur og tríggir síðubygningar, eins at víðka og skipað parkeringsøkið av nýggjum. Farið varð undir umvæling og nýmótansgerð av Biskupsgarðinum í august í fjør. Arbeiðið hevur gingið væl, og Biskupur og starvsfólkini í Føroya Stiftsstjórn fluttu inn umleið tveir mánaðar áðrenn tíðarætlanina. Umvælingin hevur verið so mikið víttfevnandi, at mestsum bert stórviðurin stendur eftir frá gamla høvuðsbygninginum. Tó er sniðið í mestan mun varðveitt, hóast vindeyguni eru nýggj og meiri nútímans. Miðað hevur eftir at raka sniðið frá teirri tíðini, Biskupsgarðurin varð bygdur. Tað er Sp f Valbjørn Dalsgarð, ið hevur staðið fyri arbeiðinum at umvæla og umbyggja Biskupsgarðin. Kostnaðarætlanin er 4,2 milliónir krónur, tá ráðgeving ikki er íroknað. Ráðgevar hava verið Arkitektar 99. Hvørt einasta lítla lívstekin er fyri okkum eitt stórt framstig, sigur Makaziwe Mandela, sum er dóttir fyrrverandi forsetan, Nelson Mandela. Nelson Mandela hevur í eina tíð verið innlagdur á sjúkrahús í Pretoria í Suðurafrika. Makaziwe Mandela leggur dent á, at sum støðan er í løtuni, er tað bara Gud, sum veit, nær tíðin er komin hjá pápa hennara. Familjan hjá Mandela hevur støðugt verið á sjúkrahúsinum, men í dag eru tey farin heim. Við sær tóku tey mongu blómurnar, blómutyssini og heilsanir, sum fólk hava lagt uttan fyri sjúkrahúsið í Pretoria, har Nelson Mandela liggur. Ein abbadóttir Nelson Mandela, Zoleka Mandela, sigur við AFP, at hendan seinasta tíðin hevur verið strævin. Abbi hennara, sum hevur trupulleika við lungunum, er sera illa fyri, og støðan er rættiliga álvarsom. Og støðan broytist lítið. Arbeiðið at finna eitt føroyskt fátækramark er útsett. Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, sigur, at arbeiðsbólkurin hevur havt ov stutta tíð at gera arbeiðið. Hetta sigur honum í svari, eftir at Jenis av Rana, løgtingsmaður, reisti spurningin. Nevndin fekk, sum skilst, ov stutta tíð til at kanna alt tað, sum hon skal kanna, fyri at kunna koma við uppskoti um fátækramark. Talan er um eitt rúgvusmikið og trupult arbeiði og til samanberingar kann nevnast, at danska nevndin, sum eftir ætlan skuldi koma við sínum tilmæli í mars, kom við sínum tilmæli nú í juni, sigur landsstýriskvinnan. Í Danmark siga serfrøðingarnir, at fólk eru fátæk, tá tey í trý ár á rað hava livað fyri minni enn 103 túsund og 200 krónur um árið eftir skatt. Tað er so uppskotið um fátækramark í Danmark. Tórshavnar kommuna sigur í tíðindabrævi, at skal golfvøllurin vera liðugur í góðari tíð, er neyðugt at fara í gongd nú av álvara. Arbeiðsbólkur hevur saman við golfvøllaarkitekti fyrireikað og ment uppskot til ætlan fyri golfvøll á Glyvursnesi. Harumframt er gjørt eitt verkætlanaruppskot til golfvøll við 18 holum v.m. við kostnaðarmeting og tíðarætlan fyri íløguna, umframt rakstrarmeting. Frágreiðingin gevur eina innleiðslu í golf sum ítrótt og frítíðarítriv, møguleikarnar á Glyvursnesi eins og tey atlit, sum tikin eru í mun til samfelagsliga, fíggjarliga og umhvørvisliga burðardygd. Verkætlanin er tengd at ætlanini um oyggjaleikir í Føroyum í 2019, sum tíðarætlanin byggir á, men alt verkætlanaruppskotið røkkur longri og breiðari enn tað og vísir millum annað á teir ágóðar, sum golfvøllurin kann hava fyri ferðavinnuna. Fiskaaling sigur í seinasta Alitíðindum, at teir báðir aliringarnir, sum ætlanin er at leggja út eystan fyri Nólsoy, verða gjørdir fyrsta dagin. Talan er um serliga sterkar aliringar. Haraftrat verður nót ikki bara undir ringunum, men nót verður eisini spent yvir ringarnar. Nógvar fyrireikingar og kanningar eru og verða gjørdar í sambandi við ætlanina. Til dømis er ein streym og aldumátingarboya løgd út á økið. At leggja aliringar út til havs er ikki bara sum at siga tað. Nógv loyvi eru fingin til vega til ætlanina, sum hevur verið til hoyringar hjá nógvum pørtum. Ringarnir eystan fyri verða lagdir soleiðís, at teir eru uttan fyri ljóslinjuna frá Nólsoyar Vita. Tað er, at teir eru nærri landi, enn vitin sæst. Býráðið í Havn samtykti í gjárkvøldið at seta hálva millión krónur av at kanna, hvussu stórur tørvurin er á nýggjum skúlum í miðbýnum og í vesturbýnum í Havn. Mentamálanevndin og umsitingin skulu gera tørvslýsingina, og hon skal leggjast fyri býráðið í seinasta lagi hálvan september í ár. Mentamálaráðið hevur boðað Tórshavnar kommunu frá, at tað góðtekur ikki uppskotið um nýggjan skúlabygnað, sum er í álitinum Fólkaskúlin í Tórshavnar kommunu árini 2012 2021 . Men Mentamálaráðið sigur, at tað arbeiðir við broytingum í fólkaskúlabygnaðinum, so tímar í størri mun verða tillutaðir skúlaøkjum. Mentamálaráðið heldur, at tað á hendan hátt ber til at laga fólkaskúlabygnaðin til tey ávísu økini, sum síðani sjálvi gera av, í hvørjum hølum undirvíst verður. Mentamálaráðið hevur ætlanir um at seta eina royndarskipan í verk, har tíma tillutanin verður lagað eftir næmingatalinum í hvørjum árgangi. AElig tlanin er framvegis, at kommunurnar sjálvar skulu gera av, hvørjir skúlabygningar skulu brúkast. Men hetta má vera í tráð við fíggjarviðurskifti landsins, og í tráð við, hvussu nógvir næmingar eru, sigur Mentamálaráðið. Størsta uppskotið í álitinum um fólkaskúlan í Havn er at byggja nýggjan Vesturskúla í staðin fyri Venjingarskúlan og Kommunuskúlan. Og Nám X verður sjálvstøðugur miðbýarskúli og flytur úr Eysturskúlanum. Brasilianar finnast harðliga at vánaligu heilsu og útbúgvingarskipanunum. Teir finnast eisini at, at kostnaðurin at ferðast við almennu flutningstólunum er farin upp, meðan nógvur peningur verður nýttur at skipa fyri heimsmeistaraskapinum í fótbólti næsta summar. Mótmælini í gjár fóru fram, meðan Brasil og Uruguay spældu landsdyst í fótbólti. Og tað gekk hart fyri seg í gjárkvøldið. Løgreglan nýtti táragass, piparsprey og gummikúlur fyri at steðga teimum, sum gjørdu herverk. Tað er niðurstøðan í frágreiðing um Danmark sum ferðamannaland, sum oddafólk í donsku ferðavinnuni hava latið gjørt, skrivar Berlingske. Í frágreiðingini siga ferðafólk, sum hava vitjað Danmark, at tey fáa ikki tað fyri pengarnar, tey høvdu væntað. Annette Vilhelmsen, vinnumálahárri, boðar í sama viðfangi frá, at danska ferðavinnan skal endurskoðast í næstum. Danri og grønlendingar fara at seta ein arbeiðsbólk at gera uppskot um, hvussu samstarvið kann mennast við tí endamáli at fáa fleiri íløgur gjørdar í Grønlandi. Arbeiðsbólkurin skal millum annað avdúka forðingarnar fyri íløgum í vinnuna í Grønlandi. Hann skal eisini gera vart við møguleikarnar at gera íløgur í Grønlandi, millum annað í náttúru ríkidømið. Tað verður gjørt við at halda eina ráðstevnu í Grønlandi fyri íleggjarar. EB Streymur er føroyameistari og er tí við í undanumfarinum til Champions League. Hetta er kappingin, sum gevur flest pengar. EB Streymur fær í fyrsta umfari 340 túsund evrur fyri at vera við. Tað eru 2,5 milliónir krónur. EB Streymur fekk eitt gott lutakast, tí felagið skal møta meistarunum úr Andorra. Tað er tí ikki óhugsandi, at EB Streymur kann spæla seg víðari. Gera teir tað, fær felagið 140 túsund evrur, sum er ein góð millión krónur, afturat frá UEFA. HB, ÍF og Víkingur fáa 100 túsund evrur fyri at verða við í Evropa League. Spæla liðini seg víðari, fáa tey 100 túsund evrur afturat. Tølini eru tikin eftir, hvussu UEFA býtti peningin í fjør. Tær fýra fyritøkurnar, sum hava latið bankaleiðsluni skitsuuppskot, eru Selmar Nielsen Arkitektar, Árni Winther arkitektar, Fuglark og MAP Arkitektar. Málið hjá okkum er, at hetta skal vera avgreitt áðrenn summarfrítíðina, sigur John Rajani, bankastjóri við blaðið. Tað er ein góður mánaður síðani, at Banknordik og Tórshavnar kommuna boðaðu frá, at bankin hevði selt fyrisitingarbygningarnar til kommununa, og at bankin nú fór undir at byggja nýtt høvuðssæti á grundøkinum, ið liggur á horninum við R. C. Effersøesgøtu og Tjaldursvegin. Umsjónarmenn hava verið tengdir at hvalastøðini við Áir, men ongin peningur hevur verið settur av til viðlíkahald. Tí hevur bara verið roynt at pjøssað sum frægast. Mett verður, at umvælingin uttan fer at kosta einar 9,5 milliónir krónur, men ingi tøl fyriliggja hvat tað fer at kosta at umvæla spøl og annað. 3,6 milliónir krónur eru settar av til arbeiðið í ár, men hvussu vorðið verður næsta ár er óvist. Hetta er ein partur av føroysku vinnulívssøguni, so er nakar í vinnulívinum áhugaður at stuðla arbeiðinum, er viðkomandi væl komin, sigur Erland Viðberg, savnsvørður. Tað eru Mentamálaráðið og Søvn landsins, ið standa fyri arbeiðinum við Áir. Haraftrat hevur Sunda kommuna eisini verið eitt sindur inni í málinum, tí kommunan hevur áhuga í at fáa hvalastøðina sum ferðavinnumál og savn. AElig tlanin er at seta borin í vestan fyri Grønland næsta ár. Men Sigurd Solem mælir staðiliga frá at gera tað. Sigurd Solem er stjóri í Dansk Geotermi og ráðgevi og serfrøðingur í boritøkni og trygd. Hann hevur sum stjóri hjá Maersk borað eftir olju um allan heim. Vantandi førleiki Sambært MetroXpress heldur Sigurd Solem, at hvørki Danmark ella Grønland hava neyðugan førleika til at stýra trygdini, tá borast skal við Grønland, millum annað finst eingin útgerð ella tøkni til at bora, har sum ísur er. Sigurd Solem fatar ikki, at oljufeløg sleppa at bora við Grønland, tá vandin fyri óhappi er so stórur, nógv størri enn aðra staðni, tí har eru ísfjøll. Oljuserfrøðingurin brúkar stór orð. Hann sigur, at hendir ein stór ólukka við Grønland, verða avleiðingarnar so ræðuligar, at illa ber til at ímynda sær tær. Øll tann arktiska vistfrøðiskipanin verður fullkomiliga oyðiløgd, og hon kemur ongantíð fyri seg aftur, sigur Sigurd Solem. Innlendismálaráðið arbeiðir í løtuni við at gera eina lógarbroyting til lógina um Skálafjarðartunnilin, soleiðis at tað verður staðfest í lógini, at landsstýrismaðurin í innlendismálum hevur heimild at gera avtalu við eitt felag um at byggja, reka og fíggja ein undirsjóvartunnil. Ivi hevur verið sáddur um heimildina hjá landsstýrismanninum at skriva undir. Uppskotið verður lagt fyri landsstýrisfund fríggjamorgunin og síðani borið niðan í tingið. Løgmaður kann heita á tingformannin um at kalla tingið saman. Tingsetan endar á ólavsøku og tey tingmál, sum ikki eru avgreidd, fella sostatt burtur. Verður tunnilsmálið lagt fram nú, uttan at tað eydnast at viðgera tað liðugt, og avgreiða tað fyri ólavsøku, má tað tískil leggjast fram aftur eina ferð aftrat eftir ólavsøku og so skal øll viðgerðin ganga um aftur, sigur Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, við Portalin. At leggja málið fram nú, uttan at avgreiða tað, gevur sostatt onga meining. Um tað hevði eydnast at avgreiðtt eitt slíkt mál fyri ólavsøku, hevur løgtingsformaðurin onga meining um. Men hann vísir á, at skotbráið er ikki so langt og hann veit ikki, hvussu leingi tað tekur at savna Løgtingið. Tað sigur Fíggjarmálaráðið, sum borða frá søluni. Selt varð hósdagin í síðstu viku. Lánsbrøvini vórðu seld bæði í Føroyum og uttanlands. Talan er um fýra ára lán við fastari rentu, sum er knappliga 1,8 prosent. Milliardin verður brúkt til at gjalda skuld aftur. Skuldin fellir til gjaldingar 7.apríl næsta ár. Rentan ar lág í løtuni, og tí metir Fígging Landsins, at løtan at taka lán til at endurfíggja onnur lán tann rætta, skrivar Fíggjarmálaráðið. Tað er sjálvur forsetin í Venesuela, Nicolas Maduro, ið ber hesi tíðindini. Hann sigur, at enn hevur Venesuela ikki fingið eina formliga umbøn um friðskjól. Men um vit skuldu fingið eina, so fara vit at viðgera hana, eins og vit skilja at Equador ger, sigur Maduro við almenna sjónvarpið í Venesuela. 30 ára gamli Edward Snowsden er eftirlýstur í USA, tí hann sambært myndugleikunum hevur almannakunngjørt loyniligar upplýsingar. Snowden arbeiddi í nógv ár hjá amerikonsku fregnartænastuni, National Security Agency, og í tí sambandi hevur hann greitt frá, at USA fremur miðvísa yvirvaking á internetinum, millum annað við teldupostum, Facebook og Google. Hetta varð almannakunngjørt í The Guardian og The Washington Post í juni mánað og endaði beinanvegin á forsíðunum kring heimin. Í mai flýddi Snowden til Hong Kong. USA hevur kravt at fáa hann útflýggjaðan, men sunnudagin eydnaðist tað honum at sleppa við flogfari til Moskva, har hann er í løtuni. Russiski forsetin, Vladimir Putin, váttar, at Snowden í løtuni er í transitt økinum á flogvøllinum í Moskva. USA vil hava russar at útfklýggja hann, men Rusland sigur kortanei. Hann hevur ikki gjørt nakað brotsverk í Ruslandi, og hann er ein frælsur maður, tí Rusland og USA hava onga avtalu um at útflýggja fólk, sigur russiski forsetin. Málið hevur elvt til diplomatiska kreppu millum USA øðrumegin og Kina og Rusland hinumegin. Edward Snowden hevur biðið um friðskjól í Equador. Tað upplýsti forsetin í landinum, Ricardo Patino, á síni Twitter vangamynd sunnudagin. Íslendski fiskimálaráðharrin, Sigurður Ingi Jóhannsson, og Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hittust í Brønnøysund í Norra, nú árligi fundurin hjá fiskimálaráðharrunum í Norðuratlantshavi var har. Sigurður Ingi Jóhannsson sigur eftir tann fundin, at norðhavssildin er illa fyri, og stovnurin er minkaður seinastu fýra árini, tí lítið legst aftur at stovninum. Útlitini fyri bata eru heldur ikki góð. Hann sigur eisini, at Ísland heldur tað vera álvarsligt, at Føroyar hava givið sær nógv størri sildakvotu, uttan at vera komnar við einum einasta vísindaligum prógvi, sum stuðlar upp undir føroyska kravið um meira sild. íslendski fiskimálaráðharrin hevði eisini fund við norska starvsfelagan, Lisbeth Berg Hansen. Har kom fram, at samráðingar um makrelin verða ikki tiknar upp aftur, fyrr enn eftir stórtingsvalið í september. Felagið Føroyskir Peningastovnar boðar í tíðindaskrivi frá, at KT veitarin hjá føroysku peningastovnunum hevur framt stóra KT umlegging í vikuskiftinum. Umleggingin hevur tíverri havt við sær, at nakrar tænastur hjá peningastovnunum eru óstøðugar og ikki virka sum tær skulu. Arbeitt verður við at loysa trupulleikan. Hesar tænastur rigga ikki KT veitarin boðar frá, at í løtuni er ólag á MasterCard Debit og Visa Electron gjaldskortum. Kortini kunnu hvørki nýtast í sjálvtøkum ella í handlum. Netbankin er eisini óstøðugur í løtuni og mælt verður til ikki at avgreiða flytingar úr quot útbakka quot , tí at hetta hevur við sær, at brúkarin verður sperraður. Arbeitt verður við at loysa trupulleikan. Til ber at lesa meiri um hetta á heimasíðunum hjá peningastovnunum, har tað eisini verður kunnað, tá trupulleikarnir eru loystir, sigur Felapið Peningastovnar í tíðindabrævi. Tjaldrið sleipar nú Jákup B móti Føroyum. Teir høvdu fyri løtu síðan 650 fjórðingar í Høvdan. Roknað verður við, at Tjaldrið verður í Klaksvík við Jákupi B um einar 68 tímar. Ferðin er í løtuni 10 fjórðingar um tíman, sambært yvirmanni á Brimli. Fekk maskinskaða Jákup B var á veg á Flemish Cap, tá teir fingu maskinskaða. Tá høvdu teir bara eitt samdøgur eftir á fiskileið. Síðan róku teir fyri vág og vind í nakrar dagar, til Sigmundur kom teimum til hjálpar, og tók teir upp á sleip. Sigmundur var á veg av Flemish Cap rokaður við fiski, tá teir frættu um støðuna hjá Jákupi B. Hetta er ógvuliga spennandi. Á henda hátt fáa vit nýggjasta nútímans flotan av flogførum í kappingini á altjóða rutunum, sigur samskiftisstjórin hjá SAS, Knut Morten Johansen við Netavísuna NA24. Tá tað kemur til hesi nýggju Airbus 350 900, so er talan um flogfør, sum heimurin ikki hevur sæð makan til áður. Flogfarið er ógvuliga rúmligt og væl útgjørt, sigur samskiftisstjórin. Hóast málið um Skálafjarðartunnilin verður lagt fyri tingið, sleppur Løgtingið kortini ikki at taka støðu til sjálvt innihaldið í avtaluni við útlendska felagið. Tað skal bara geva landsstýrismanninum heimild at gera avtalu við felagið. Bæði løgmaður og landsstýrismaðurin í innlendismálum boðaðu í gjár frá, at málið um Skálafjarðartunnilin skal leggjast fyri løgtingið. Í Innlendismálaráðnum sita tey í løtuni eg evna eitt lógaruppskot til, sum skal vera liðugt seinast í hesi vikuni. Rúni Joensen, aðalstjóri í Innlendismálaráðnum sigur, at tey vænta og vóna at fáa uppskotið liðugt hósdagin. Løgmaður kallar tingið saman Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, hevur gjørt av at kalla tingið saman. Hann miðar eftir at viðgera uppskotið hjá innlendismálaráðnum á landsstýrisfundi fríggjamorgunin, og síðani senda uppskotið í løgtingið. Hann vónar, at uppskotið kann koma til fyrstu viðgerð í næstu viku, men tað er nakað sum formansskapurin tekur avgerð um, sigur hann. Tað, sum løgtingið kemur at taka støðu til, er at geva landsstýrismanninum heimild at gera sáttmála við eitt felag um at byggja, reka og fíggja Skálafjarðartunnilin. Broyta lógina um einkarætt Rúni Joensen, aðalstjóri, sigur við Kringvarpið, at talan allerhelst verður um at broyta grein 2 í lógini frá 2010 um einkarætt at byggja, reka og fíggja undirsjóvartunnil undir Skálafjørð og Tangafjørð. Tað var hendan lógin, sum gav landsstýrismanninum heimild at geva partafelagnum Skálafjarðartunlinum einkarætt at byggja og reka tunnilin. Rúni Joensen væntar, at broytingin, sum verður gjørt, verður at geva landsstýrismanninum heimild at gera avtalu við eitt felag um at byggja, reka og fíggja Skálafjarðartunnilin undir teimum treytum, sum annars eru nevndar í lógini. í lógarbroytingini verður ikki tilskilað, hvat felag, landsstýrismaðurin kann gera avtalu við. Tað kemur tí ikki at standa Copenhagen Infrastruccture Partners í lógaruppskotinum, sum er tað felagið, sum Innlendismálaráðið hevur samráðst við. Sostatt fer løgtingið ikki at taka støðu til, um einkarætturin skal veitast í 30 ella 50 ár, ella um avkastið hjá felagnum skal vera so og so stórt. Tað einasta, løgtingið skal taka støðu til, er sjálv heimildin hjá landsstýrismanninum at gera avtaluna. Spurningurin er so, hvussu nógvan skund málið hevur. Aðalstjórin í Innlendismálaráðnum sigur, at tey samráðast við útlendska felagið og ætlanin var jú, at avtalan skuldi undirskrivast í hósdagin. Nú endar málið so í tinginum fyrst, og hann væntar, at málið neyvan verður avgreitt fyrr enn eftir ólavsøku. Málið er, at uppskotið kann koma í nevnd sum skjótast og so avgreiðast endaliga frá løgtinginum, tá tingið kemur saman aftur eftir summarfrítíðina. Danmark eigur ikki at akta, um ES gevur boð um at steingja danskar havnir fyri føroyskum skipum. Tað sigur Finn Sørensen, fólkatingsmaður úr Eindarlistanum, sum er stuðulsflokkur hjá donsku stjórnini. Hann er eisini limur í Føroyanevndini hjá fólkatinginum. Finn Sørensen sigur, at tað eigur undir ongum umstøðum at verða góðtikið, at Danmark revsar eitt land í ríkisfelagsskapinum á slíkan hátt. Eisini Søren Espersen úr Danska fólkaflokkinum ávarar ímóti at steingja danskar havnir fyri føroyskum skipum. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Tað ber illa til at venda gongdini á útoyggj, tí tær megna ikki at skapa karmar um eitt lív, sum yngra ættarliðið krevur. Tað sigur Jóannes Jacobsen, búskaparfrøðingur. Hann sigur, at sama, hvussu nógvur peningur verða nýttir at menna útoyggjarnar, vendist ikki aftur. Seinastu 20 árini er fólkatalið á útoyggj minkað nærum eina helvt. Eingin undirtøka Úoyggjafelagið hevur í fleiri ár gjørt vart við støðuna og víst á ymiskar loysnir, sum skulu bjarga og menna útoyggjarnar. Men Jóannes Jacobsen undrast ikki á, at so lítið er broytt. Á teimum átta útoyggjunum eru bert átta børn undir 10 ár trý í Dímun og fýra í Kallsoynni. Meiri peningur loysir heldur ikki grundleggjandi trupulleikarnar í útjaðaranum, sigur Jóannes Jacobsen Hoyr samrøðubrot við Jóannes Jacobsen. Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum. Sýtir ES fyri at sessast aftur við samráðingarborðið í trætuni millum Føroyar, strandalondini og ES, er landsstýrið ti lreiðar at loysa trætuna við útgangsstøði í ST havrættarsáttmálanum. Tað sigur Bjørn Kunoy, løgfrøðiligi ráðgevi hjá landsstýrinum. Fyrr enn landsstýrið hevur fingið svar frá ES, verður einki gjørt við kravda semingsmannagongd ella kravdan gerðarætt. Hoyr samrøðu við Bjørn Kunoy í útvarpstíðindunum. Tað er ikki loyvt at skjóta gásina, tí hon er friðað. Men hetta vil Rólvur Djurhuus, landbúnaðarfrøðingur á Búnaðarstovuni, hava broytt. William Simonsen, lívfrøðingur, er formaður í Fuglafrøðifelagnum. Hann er ímóti, at grágasin verður skotin, og heldur, at aðrar loysnir skulu roynast. Hoyr kjak millum Finnboga Midjord, sýslumann, Rólv Djurhuus, landbúnaðarfrøðing, og William Simonsen, formann í Fuglafrøðifelagnum, í Summarmorgni í morgun. Gunnar Nielsen, málmaður á føroyska landsliðnum, skrivaði í morgun undir tvey ára sáttmála við skotska liðið Motherwell, sum spælir bestu í deildini. Motherwell gjørdist nummar tvey í kappingini fjør. Gunnar Nielsen hevur áður spælt við Motherwell. Hoyr samrøðu við Gunnar Nielsen í útvarpstíðindunum . Vit vilja hava eina samráðingarloysn, og okkara størsta ynski er, at øll nú setast við samráðingarborðið. Tí heitti eg í seinastu viku á Villy Søvndal, uttanríkisráðarra um at tosa við ES kommisserin í fiskivinnumálum, Mariu Damanaki. Soleiðis segði Helle Thorning Schmidt, forsætisráðharri, eftir fundin, sum Villy Søvndal hevði við løgmann og Jacob Vestergaard, landsstýrismann, í gjár. Hoyr samrøðu við forsætisráðharran í útvarpstíðindunum. Setur ES handilstiltøk í verk móti Føroyum, verður ein avleiðing, at danskar havnir eisini verða stongdar fyri føroyskum skipum. Løgmaður sigur eftir fundin við Villy Søvndal, uttanríkisráðharra, í gjár, at tað fer at vekja sterkar kenslur í Føroyum, verða danskar havnir stongdar fyri føroyingum, tí vit eru í ríkisfelagsskapi við Danmark. Kaj Leo Holm Johannesen vil tó ikki taka støðu til, um hetta eisini fer at geva loysingarrørsluni í Føroyum góðan byr. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Vit eiga at hyggja nærri at truplu støðuni hjá bøndrunum, áðrenn vit skuldseta teir fyri ikki at duga at reka garðarnar. Tað heldur Hákun Steingrímsson, stjóri á Mjólkarvirki Búnaðarmanna. Hann heldur lítið um atfinningarnar, sum Regin Borðoy, bóndi millum Fjarða í Eysturoy, er komin við, nú MBM hevur hækkað mjólkarprísin. Regin Borðoy sigur, at høvuðstrupulleikin er, at øll vinnan skal bjargast, eisini bøndur, sum ikki duga at reka garðarnar. Hoyr innslag í úitvarpstíðindunum. Akraberg, sum er frá 1994, er høvuðsumvældur í Póllandi. Lastin og øll verksmiðjan er broytt, umframt at aðrar ábøtur eru gjørdar á skipið. Akraberg er kominí flotan fyri Vesturvón, sum var ein flakatrolari, men Akraberg er nú útgjørdur at fiska fleiri fiskasløg. Akraberg kostar, nú hann er liðugt umvældur ,millum 145 og 150 miljónir krónur. Fyrst verður farið á makrelveiði. Hoyr samrøðu við Anfinn Olsen, reiðara, í útvarpstíðindunum. At danska uttanríkisráðið nú er komið upp í leikin, merkir, at málið nú er lyft upp á eitt enn hægri politiskt stig. Tað heldur Kaj Joensen, journalistur, sum fylgdi við fundinum millum Villy Søvndal, uttanríkisráðharra, Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, og Jacob Vestergaard, landsstýrismann, um sildamálið fyrrapartin. Tiltøk ikki tikin aftur Kaj Joensen sigur, at setur ES handilstiltøk í verk, verða tey ikki tikin aftur, meðan eitt nú ST og WTO dómstólurin viðgera trætuna millum Føroyar og ES. Ikki fyrr enn ein gerðarrættur kemur upp í málið, kunnu tiltøkini setast úr gidli, meðan málið verður viðgjørt. Hoyr samrøðu við Kaj Joensen í útvarpstíðindunum. Hóast tað hevur ljóðað, at ES fer at seta handilstiltøk í verk móti Føroyum hálvan juli, so er tað framvegis ógreitt júst, nær tiltøkini verða sett í verk. Tað kom fram eftir fundin millum Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, Jacob Vestergaard, landsstýrismann, og Villy Søvndal, uttanríkisráðharra, í Keypmannahavn fyrrapartin. Mjólkarprísirninr eru júst farnir upp, men hetta hóvar ikki øllum. Regin Borðoy, bóndi millum Fjarða í Eysturoy, heldur tað vera púrasta burturvið at seta mjólkarprísirnar upp, tí tað loysir ongar trupulleikar. ES hevur ein trupulleika við onnur samráðingarlond í tvídráttinum millum Føroyar og ES, og tað er orsøkin til, at ES ikki langt síðani hevur boykottað Føroyar. Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður. Hann og Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, fara í morgun á fund við umboð fyri donsku stjórnina um ósemjuna við ES um føroyska sildafiskiskapin, og handisbannið, sum ES hóttir við at seta í verk móti Føroyum. Fundurin við uttanríkisráðharran og fiskimálaráðharrin verður klokkan hálvgum níggju okkara tíð. Tað hevur verið frammi fleiri ferðir, at ES tiltøkini nú verða sett í verk. Hálvur juli er nevndur sum ein dagfesting, men hetta hevur løgmaður ikki fingið at vita enn, sigur hann. Fólkatalið á teimum átta útoyggjunum er minkað við 100 fólkum seinastu fimm árini. Í 2007 búðu 340 fólk á útoyggj, men í fjør var hetta talið komið niður á 240. Hóast Útoyggjafelagiði seinastu 12 árini hevur roynt at menna ella bjarga útoyggjunum, so gongur bara aftur á hondina. Olga Biskopstø, forkvinna í Útoyggjafelagnum, saknar eitt skipað arbeiði fyri at menna útoyggjarnar. Hon og Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, kjakaðust um støðuna á útoyggj í morgunsendingini í morgun. Útvarpið fer nú at senda tríggjar sendingar, sum serliga snúgva seg um bjørgini í Skúvoy. Farið verður runt um Skúvoynna við skúvoyinginum Kjartani Hentze. Kjartan Hentze greiðir mest frá fugli, bjørgum og bjargaferðum, sum altíð høvdu stóran týdning fyri skúvoyingar. Niels Juel Arge gjørdi sendingarnar í 1975. Herluf Sigvaldsson, sum hevur tikið við starvinum eftir Andras Kristansen, sigur, at størri dentur verður lagdur á diplomati, nú hann fer at royna at sannføra hini strandarlondini um, at Føroyar skulu hava hægri kvotu. Eg verði ein øðrvísi samráðingarleiðari, sigur Herluf Sigvaldsson, sum er útbúgvin stjórnmálafrøðingur við sergrein í heimspolitikki og samráðingum. Hoyr samrøðu við Herluf Sigvaldsson í útvarpstíðindunum. Í dag hoyra vit úr bókini Jón Oddur og Jón Bjarni. Bókin er hin fyrsta í eini røð um tvíburararnar báðar, sum eru 6 ára gamlir, og sum finna uppá mangt stuttligt. Teir eru ikki farnir í skúla, teir eru kátir, og vita altíð onkur ráð at stytta sær stundir við. Jón Oddur og Jón Bjarni eiga eina yngri systur, sum eitur Magga, og eina hálvsystur, sum eitur Anna Jóna. Dreingirnir halda tað ikki altíð vera lætt at skilja tey vaksnu, men dagliga eru teir nógv saman við tveimum tilkomnum konum, tí hjartagóðu arbeiðskonuni Suffíu, og tí ættkæru røvaraommuni. Tær báðar læra tvíburarnar nógv um lívsins álvara. Guðrun Helgadóttir skrivaði og Martin Næs týddi til føroyskt. Elin Heinesen lesur Í dag hoyra vit úr bókini Jón Oddur og Jón Bjarni. Bókin er hin fyrsta í eini røð um tvíburararnar báðar, sum eru 6 ára gamlir, og sum finna uppá mangt stuttligt. Teir eru ikki farnir í skúla, teir eru kátir, og vita altíð onkur ráð at stytta sær stundir við. Jón Oddur og Jón Bjarni eiga eina yngri systur, sum eitur Magga, og eina hálvsystur, sum eitur Anna Jóna. Dreingirnir halda tað ikki altíð vera lætt at skilja tey vaksnu, men dagliga eru teir nógv saman við tveimum tilkomnum konum, tí hjartagóðu arbeiðskonuni Suffíu, og tí ættkæru røvaraommuni. Tær báðar læra tvíburarnar nógv um lívsins álvara. Guðrun Helgadóttir skrivaði og Martin Næs týddi til føroyskt. Elin Heinesen lesur. Fyrrverandi borgarstjórin í Eiðis kommunu heldur fast við, at tá hann ráddi fyri borgum, rindaði helvtin av húsarhaldunum í Svínáum ikki skatt í Eiðis kommunu. Millum annað tí legði hann uppskot fyrr í ár um at avhenda Svínáir til Sunda kommunu. Fyrsti túrurin hjá línuskipinum Jákupi B á Flemish Cap gjørdist eitt satt vónbrot. Skipið var ein dag frá fiskileið, tá tað fekk maskinskaða fyri tíggju døgum síðani. Og í nátt kom Tjaldrið so á Havnina við skipinum. Eitt annað línuskip, Sigmund, sum er heimahoyrandi á Toftum, setti enda á Jákup B, og sleipaði hann í góð tvey samdøgur aftan á maskinskaðan. Sigmund sleipaði Jákup B, til Tjaldrið kom fram og tók yvir. Á Havnina Klokkan 02.15 í nátt legði Tjaldrið so Jákup B at bryggju, og ein túrur, sum gjørdist eitt vónbrot fyri skipara og manning, er at enda komin. Og tað var ein troyttur og vónbrotin Helmar Lassen, skipari á Jákupi B., sum riggaði av á brúnni, tá skipið hevði lagt at. Teir tríggir í samrøðuni eru Jóhan Fríðrikur Freddy Sanderson, sangari, Fríði Tanggaard Bjørgvin, gittaristur og Sigurd Justinussen, trummusláari. Iris Reuben Adler Thomsen vann donsku vakurleikakappingina 2012, og kjólan hon var í, hevði Laila av Reyni úr Kollafirði seymað. Nú hevur Iris aftur vent sær til Lailu, at seyma sær nýggjan kjóla, nú hon skal handa vinnaranum av vakurleikakappingini 2013 krúnuna. Upplivingarnar á túrinum til Oyggjaleikirnar vera góðar, sigur Sølvi Winther Olsen, lækni, men eingin orsøk er at gera upplivingarnar keðiligar, við at gloyma at koppseta seg áðrenn farið verður heiman. Eisini er umráðandi at taka egnan heiligvág við, og best er um heiligvágurin er í originalum pakningi. Hetta ger tað lættari at koma gjøgnum tollin. Karusellin hevur tosað við Sølva Winther Olsen Mánakvøldið varð skipað fyri fundi í Løkshøll, har umboð fyri Eldramálið, starvsfólk á Heiminum á Mýrunum, søgdu frá støðuni í økinum, nú Heimi á Mýrunum skal latast aftur vegna sparingar Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, um øsingina, sum stóðst av, at VØRN ikki kundi senda skip avstað eftir Jákup B, tí tað er ein tryggingar spurningur, tá talan er um skaðar uttan fyri føroyskt sjóøki. Í Summarmorgni sigur Sanne Slomonsen okkum eitt nú hvussu hon stríddist seg aftur til lívið, og í hvønn mun lívsvirðini eru broytt. Sanne, sum verður á føroyskum palli 6. juli, tosar eisini um hetta at hava konsertir í Føroyum. Vit hitta Mariu Jacobsen, forkvinnu, ið sigur okkum søguna um húsið, eins og forkunnugu klædnaframsýningina, ið kann síggjast til september í ár. Eisini nemur hon við virksemið annars. Vegaarbeiðið, sum landið skal gera í tilknýti til ætlaða Skálafjarðartunnilin, verður mett at kosta í minsta lagi 568 milliónir krónur. Tað upplýsir Kári P. Højgaard í einum svari til løgtingsins fíggjar og rættarnevnd. Talan er um linjuføringar, innsløg til tunnil og tilknýttar vegagerðir tær somu, sum roknað varð við í sambandi P f Skálafjarðartunnilin. Útvarpið fer í summar at senda nakrar av teimum sendingunum, sum í sjeytiárunum vórðu gjørdar runt um oyggjarnar. Lagt verður fyri við trimum sendingum úr Dímun, har Janus í Dímun greiðir frá. Í teimum fyrru sendingunum verður siglt runt um oynna og í triðju sendingini verður farið niðan til hús, har Kinna í Dímun eisini greiðir frá lívinum í Dímun. Niels Juel Arge gjørdi sendingarnar í 1974. Sjey olju og gassfundir bretsku megin markið og eitt 12 ára gamalt úrslit í føroysku undirgrundini fekk danska orkufelagið DONG Energy at bjóða upp á loyvið við føroyska bretska markið. Og DONG fekk loyvið, ella partafelagið, sum DONG hevur stovnað í Føroyum. Einki annað oljufelag søkti um loyvið. DONG hevur fingið loyvi at leita á tveimum økjum á Marjun leiðini. Íløgukarmurin hjá landinum stendur at bresta. Men nú skjóta tvey tingfólk upp at brúka 260 milliónir í partapeningi til Føroyatunlar, sum skal gera Skálafjarðartunnilin og Sandoyartunnilin. Tingfólkini, Bjørt Samuelsen og Aksel V. Johannesen ,hava einki uppskot um, hvørjar íløgur skulu víkja fyri P f Føroyatunlum. Tey vilja ikki órógva arbeiðsbólkin hjá Innlendismálaráðnum, sum situr við Sandoyartunlinum, sigur Aksel V. Johannesen. Enn er ikki greitt, hvør leggur uppskotið fram. Men ætlanin er ikki, at Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi leggja tað fram. Heldur verður roynt at fáa tingfólk úr fleiri flokkum at leggja málið fram, sigur Aksel V. Johannesen. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Pál Joensen og Magnus Jákupsson hava vunnið tvey gullheiðursmerki hvør í svimjing á meistarastevnu í Danmark. Hjá Páli er lsvimjistevnan í Danmark liður í fyrireikingum til HM, sum verður í Barcelona um lítlan mánað. Magnus Jákupsson fer í morgin at svimja 200 metra ryggsvimjing. Pál Joensen svimur liðsvimjing í kvøld. Tað ber til at fylgja við á heimasíðuni hjá Danmarks Radio, dr.dk, sum stroymar beinleiðis. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Talan er um ein psykologiskan óhugnafilm, ið snýr seg um eina unga familju, har alt ikki ruggar heilt sum tað skal, samstundis sum familjan roynir at varðveita sítt image úteftir. Vit skifta orð um filmin við Katrin Ottarsdóttir, leikstjóra, mann hennara Hugin Eide, Hildigunn Eyðfinnsdóttir, ið er dóttur Katrin og ein av høvuðsleikarunum, eins og Hjálmar Dam, ið eisini hevur ein høvuðsleiklut í nýggja filminum. Og í mentanarálmanakkanum frætta vit um eitt nú nú kórsang í myrkri, eldri bygning í Vestmanna, sum nú skal roynast sum konsertstaður, mentanardagar í Sumba, várframsýningina pall í listaskálanum, Tórshavnar Musikskúla, eins og bókmentatiltak á landsbókasavninum. Eisini frætta vit um eitt nú Summarframsýningina 2013 hjá Norðurlandahúsinum, ljóðinstallatiónina Føroyar 5,5, og John Carter Cash, sum er sonur Johnny Cash, og sum verður á palli í Norðurlandahúsinum 24. august. Tað fer at merkjast, at Føroyar hava fingið nýggjan samráðingarleiðara, næstu ferð samráðst verður um sild og makrel. Herluf Sigvaldsson, sum hevur tikið við starvinum eftir Andras Kristansen, sigur, at størri dentur verður lagdur á diplomati, nú hann fer at royna at sannføra hini strandarlondini um, at Føroyar skulu hava hægri kvotu. Eg verði ein øðrvísi samráðingarleiðari, sigur Herluf Sigvaldsson, sum er útbúgvin stjórnmálafrøðingur við sergrein í heimspolitikki og samráðingum. Hoyr samrøðu við Herluf Sigvaldsson í útvarpstíðindunum. Fróðskaparsetrið hevur fingið 378 umsóknir til útbúgvingarnar, sum Setrið bjóðar. 296 eru til tær átta bachelorútbúgvingarnar, 119 eru kvotu 2 umsóknir, og hinar 177 eru frá umsøkjarum, sum hava søkt inn eftir kvotu eitt. Í fjør vóru tilsamans 350 umsóknir til 10 bachelorútbúgvingar. Í ár er bjóðar Fróðskaparsetrið eisini MA lestur, og til hesar útbúgvingar eru komnar 82 umsóknir. Umsóknirnar verða nú viðgjørdar, og tey, sum sleppa undir útbúgving, fáa svar í seinasta lagi 15. juli. Býtið av umsóknum millum útbúgvingarnar, sett upp eftir vali sum fyrstu raðfesting, er hetta 10 Føroyskt bachelor 21 Orku og umhvørvisverkfrøði 83 Lærara 50 Námsfrøði 71 Sjúkrarøktarfrøði 30 Sosialvísindi og samfelagsplanlegging samfelagsvísindi 16 Politikkur og umsiting samfelagsvísindi 15 Smátjóðir og altjóðagerð søguvísindi 29 Master í løgfrøði 5 Master í føroysku 48 Master í vegleiðing Samstundis sum trygdardeildir eru í ferð við at handtaka leiðarar í Muslimska Brøðralagnum í Egyptalandi, lovar nýggi fyribils forsetin í landinum sameining, har Brøðralagið eisini er við. Tað er ein partur av tjóðini, sigur Adly Mansour, forseti, sum varð tikin í eið fyrrapartin. Hann er tilnevndur forseti í eini skiftistíð, til val hevur verið í Egyptalandi. Í gjárkvøldið koyrdi herurin fólkavalda forsetan, Mohamed Mursi, frá. Mursi hoyrir til Muslimska Brøðralagið. Partur av fólkinum Muslimska Brøðralagið er ein partur av fólkinum, og tað er boðið við at byggja tjóðina uppaftur. Brøðralagið er væk komið at vera við, sigur nýggi forsetin við dagblaðið, Al Ahram. Sostatt tekur Mansour undir við bæði teimum liberalu og vinstrasinnaðu í andstøðuni, sum sambært tíðindastovuni Reuters hava ávarað nýggju leiðsluna í Egyptalandi at útihýsa islamskum flokkum og felagsskapum. ÍF leikararnir vóru sera ónøgdir, tá teir komu av vøllinum. Tað er eisini til at skilja, ti leikliga vóru teir fyri tað mesta greitt omaná. Men tíverri tóku fuglfirðingar ikki av sínum møguleikum, og tað bleiv revsað í seinna hálvleiki. Norðurírar komu yvirhøvur til sera fá skot, og tá tey so komu, tó Hallgrímur Gregersen sær væl av teimum. Men tá 68. minuttir eydnast tað hjá Linfield, tá besti leikarin hjá teimum, Andrew Waterworth, skorar til 0 1. Seks minuttir aftan á økir Philip Lowry til 0 2, og so var mest sum avgjørt. ÍF royndi at trýsta siðstu fimtan minuttirnar fyri at fáa útjavnandi málið, men Linfield verjan stóð væl. Nú sær tað sera tórført út hjá ÍF. Ein sigur við trimum málum er helst kravið, um teir skulu víðari. Fíggjareftirlitið hevur meldað fólk, sum vóru í gamla Eik Banka, til Bakmanspolitiið fyri viðurskifti í danska dótturbankanum, Eik Bank Danmark. Fíggjareftirlitið upplýsir ikki, hvør er meldaður, ella hvussu nógv eru meldað, og heldur ikki fyri hvat, tey eru meldað, sigur Søren Møller Christensen, kunningarstjóri hjá Fíggjareftirlitinum, við Útvarpið. Fíggjareftirlitið kunngjørdi fyrrapartin frágreiðingar sínar um P f Eik Banka og Eik Bank Danmark. Stór lán og veik kredittstýring Stór lán til fastognir og bygging og ein veik kredittstýring vóru orsøkin til fallið hjá Eik. Tá fíggjarkreppan kom í 2008, gjørdist torførari, enn teir báðir Eik bankarnir væntaðu, hjá viðskiftafólkunum at byggja liðugt. Prísurin fyri bygningar lækkaði eisini, og gjørdi, at lánini í teimum gjørdust ov stór. Kortini vórðu nógv lán hækkað eftir 2008. Fíggjareftirlitið sigur, at Eik samtakið lænti alt ov nógvar pengar til fastognir fram til 2008, so nógvar, at vandi hevði verið á ferð, hóast eingin kreppa var komin í 2008. Fíggjareftirlitið nevnir eisini sambandið millum Eik Grunnin og Eik Banka, sum ikki var so heppið fyri bankan. Nú er endaliga staðfest, at SEV kann fara undir ætlanina um at byggja vindmyllulund í Húsahaga oman fyri Havnina SEV sigur á heimasíðu síni, at Vinnukærunevndin hevur avgjørt at sýta umbønini frá smápartafelagnum Vindrøkt um at taka kærumálið til viðgerðar av nýggjum, tí grundarlag er ikki fyri tí. Avgerðin hjá Vinnukærunevndini frá 27. mai, har Jarðfeingi gevur SEV loyvi til at byggja vindmyllulund í Húsahaga, er sostatt staðfest, sigur SEV. AElig tlanin var, at vindmyllurnar skuldu setast upp í ár, men tað verður av ongum, tí kærumálið hevur drigið ætlanina út. SEV ætlar at seta 13 vindmyllur upp í Húsahaga. Formaðurin fyri egyptiska grundlógardómstólin, Adli Mansur, er tikin í eið sum fyribils forseti í landinum, upplýsir almenna egyptiska tíðindastovan, Mena. 67 ára gamli dómarin skal røkja forsetaembætið í eini skiftistíð, eftir at herurin í gjárkvøldið koyrdi fólkavalda forsetan, Mohamed Mursi, frá. Mansur er lítið kendur alment í Egyptalandi, men hann hevur starvast við grundlógardómstólin síðani 1992. Herleiðslan hevur boðað frá, at seinni verða bæði forsetaval og tjóðartingsval. Mursi, sum hoyrir til Muslima Brøðralagið, vann fyrsta, frælsa forsetavalið í Egyptalandi í fjør, eftir at fólkið gjørdi uppreistur móti Hosni Mubarak, forseta, sum legði frá sær. Í minsta lagi 14 fólk hava latið lív í samanbrestum millum viðhaldsfólk hjá frákoyrda egyptiska forsetanum, Mohamed Mursi, og trygdardeildir og mótstøðufólk hjá fyrrverandi forsetanum. Samanbrestirnir vóru stutt eftir, at herurin hevði koyrt Mursi frá í gjárkvøldið. Almenna egyptiska tíðindastovan, Mena, sigur, at í minsta lagi trý fólk eru deyð í næststørsta býnum í Egyptalandi, Alexandria, og í minsta lagi hálvt hundrað fólk eru særd,. Obama er stúrin Amerikanski forsetin, Barack Obama, er stúrin um politisku gongdina í Egyptalandi, nú fyrsti demokratiskt valdi leiðarin í landinum, Mohamed Mursi, er koyrdur frá. Hann mælir til, at val verður í Egyptlandi sum skjótast, og hann umhugsar eisini, um hernaðarkvettið skal fáa avleiðingar fyri búskaparligu hjálpina, sum USA letur Egyptalandi. Reuters sigur, at USA letur Egyptalandi hálva aðru milliard dollarar í búskaparhjálp um árið. ES vil eisini hava val ES fordømir somuleiðis harðskapin í Egyptalandi og krevur, at forsetaval verður alt fyri eitt. Eg mæli øllum pørtum til sum skjótast at taka demokratisku tilgongdina uppaftur, at skipa fyri forseta og tjóðartingsvali, og góðkenna eina nýggja grundlóg, sigur uttanríkispolitiski leiðarin í ES, Catherine Ashton. Mælir frá óneyðugum ferðum Spenta støðan í Egyptalandi hevur við sær, at danska uttanríkisráðið mælir frá øll óneyðugum ferðum til býir við Nilánna og Suez veitina, eisini Kairo, Alexandria, Suez og Port Said. Uttanríkisráðið heldur tað tó verða ráðiligt hjá ferðafólki at fara til leiðirnar við Reyðahavið og Aqaba víkina, og tað er eisini raðiligt at skifta flogfar í floghavnini í Kairo. Í lummafilosofiska horninum, er tað gesturin, sum skal svara spurningum, sum kann seta tey í eitt dilemma. Gesturin svarar spurningum í umleið 20 minuttir. Í dag er tað Lisa í Dali, sum svarar. Skotar vunnu European Business Game, sum var í Norðurlandahúsinum í dag. Umboðini fyri Skotland høvdu gjørt endurnýtsluíløt. Ongland vann kappingina fyri bestu framleiðslu á palli. Londini, sum vórðu umboðað í kappingini hesferð, vóru Danmark, Italia, Kekkia, Slovakia, Ongland, Frakland, Skotland og Føroyar, og luttakararnir skuldu gera hvør sína vøru. Fiskivinnuskúlin í Vestmanna umboðaði Føroyar. Næmingarnir høvdu gjørt kryddarí úr føroysku náttúruni. Í fjør vunnu Føroyar tvey gullheiðursmerki. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Um sendingina V4 er bingospælið í útvarpinum hjá Kringvarpinum, ið er á skránni fríggjamorgun klokkan 9 45 Til ber at keypa seðlar til dráttin gjøgnum fartelefon, internetið og á sølustøðunum kring landið. Fýra tøl eru á hvørjum seðli, og ein vinnur, um øll tølini verða drigin í sendingini ta vikuna seðilin er keyptur. 14 tøl av 100 verða drigin hvørja viku. Upphæddin í puljuni valdast hvussu nógvir seðlar eru seldir vikuna frammanundan. Vinningurin verður býttur út millum tey, ið hava øll fýra tølini. Tá vanligi V4 drátturin er drigin, verða allar kúlurnar koyrdar í aftur rulluna og ein kúla drigin Gulltalið. Um ein vinnaraseðil í vanliga dráttinum eisini hevur hetta talið, tá vinur hann Gullnámið. Søgan V4 kom í lag, tí fíggjarligu umstøðurnar hjá Útvarpi Føroya vóru ov ringar í sekstiárunum. Útvarpsleiðslan kom tí við einum uppskoti til Føroya Landsstýri um at loyva útvarpinum at hava egnan happadrátt til frama fyri útvarpið, og varð hetta játtað. Fyrsti dráttur var 29. november 1969. V4 vísti seg at vera eitt heppið átak. Undirtøkan var stór, og pengarnir fóru at renna inn í kassan hjá útvarpinum. Pengarnir vórðu nýttir til nýtt útvarpshús, tøkni, fleiri starvsfólk og annað. Tað, sum serliga birti upp undir áhugan fyri V4, vóru undirhaldssendingarnar, sum farið varð undir saman við V4 dráttinum. Landsins fremstu sangarar, tónleikarar, sjónleikarar, yrkjarar, høvundar og fleiri gjørdu V4 sendingarnar til útvarpsins best umtóktu sendingar nakrantíð. Hesir V4 seðlar kosta 27 krónur umframt SMS gjaldið . Tú rindar fyri seðlarnar um telefonrokningina ella burtur av talutíðarkortinum. Seðlar kunnu keypast til fríggjamorgun kl. 9 15. Sølan til næsta drátt byrjar kl. 10 00 fríggjamorgun. Hvør telefon kann keypa upp í tríggjar seðlar til hvønn drátt. Er tað ein fartelefon, ið hevur vinnaraseðilin, fær vinnarin SMS boð um, at hann hevur vunnið. Vinningin eigur tann, ið stendur fyri fartelefonini. Spælir tú við fleiri seðlum gjøgnum fartelefonina, er lætt at fylgja við. Send eini SMS boð við tekstinum V4 S til 1911. So sært tú tínar seðlar á fartelefonini. Í einum SMS boðum skrivar tú V4 F1 , og sendir tey til 1911 . So fært tú hvønn fríggjadag kl.12 tín fasta V4 seðil í einum SMS boðum. Seinasta freist at keypa seðlar við fartelefon ella á v 4.fo er fríggjamorgun klokkan 9 15. Seinasta freist hjá sølustøðum at lata seðlar inn er hósdag klokkan 15 00 V4 V4 er bingospælið í útvarpinum. Til ber at keypa seðlar til dráttin gjøgnum fartelefon, internetið og á sølustøðunum kring landið. Fýra tøl eru á hvørjum seðli, og ein vinnur, um øll tølini verða drigin í sendingini ta vikuna seðilin er keyptur. Á serstøku heimasíðuni hjá V4 kanst tú keypa seðlar eins og tú kanst síggja úrslitini av teimum seinastu dráttunum. Sí meira her , ella á heimasíðuni hjá V4 á slóðini her v4.fo Gekkur Gekkurin er bingospælið í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum. Øll, sum hava keypt seðlar á sølustøðunum kring landið áðrenn klokkan 19.00 fríggjakvøld, hava møguleika at spæla við í Gekkinum. Gekkatølini. Gekkurin er nú 900.000 krónur Í trimum teimum fyrstu spølunum vinna tey, sum fáa fult rað. Øll, sum fáa fult rað, vinna eina peningaupphædd. Tey, sum eru fyrst at ringja inn og sleppa ígjøgnum, sleppa at velja ein bókstav. Handan bókstavin eru nakrir vinningar at velja ímillum. Í síðsta spælinum vinna tey, ið fáa fulla plátu. Her er sama galdandi, at øll, ið vinna, fáa eina peningaupphædd. Í síðsta spælinum er tó bert ein, ið sleppur ígjøgnum til sjónvarpsstovuna. Tann, ið sleppur ígjøgnum, skal draga gekkahjólinum, og hevur møguleika at vinna stórar upphæddir. Størsti vinningurin er gekkapuljan. Gekkurin er bingospælið í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum. Øll, sum hava keypt seðil seðlar á sølustøðunum kring landið áðrenn klokkan 19 00 fríggjakvøld, hava møguleika at spæla við í Gekkinum. Hvør seðil kostar 30,00 krónur. Gekkurin var fyrstu ferð á skránni í februar 1997, og hevur koyrt á meir ella minni sama hátt síðan. Fyrstu tvey árini var vinnarin frá seinasta fríggjakvøldinum inni í sjónvarpsstovuni og snaraði hjólinum, og tá vóru eisini tvær gekkapuljur. Seinni gjørdist møguligt at ringja inn í sjónvarpsstovuna og snara hjólinum við at trýsta á knapparnar á telefonini. Samstundis bleiv avgerð tikin um minka gekkapuljarnar til eina størri heldur enn tvær minni. Spælið Gekk hvørt fríggjakvøld klokkan 19 45. Gekkahefti kunnu keypast til klokkan 19 fríggjakvøld í flestu kioskum og matvøruhandlum um landið. Vit gera vart við, at spælir tú Gekk og fylgir við beinleiðis á heimasíðuni har Gekkurin verður stroymdur kann vera seinking á signalinum. Seinnapartin klokkan fýra endar freistin at søkja festið í Fámará. Tá skal Búnaðarstovan hava umsóknirnar. Festið við ástandandi bygningum, millum annað sethúsi, verður yvirtikið í verandi støðu og standi. Avtala er gjørd við røktaran á festinum, at hann røktar og tekur seyðin í heyst. Sambært taxatións protokollini ber festið í Fámará 80 áseyðir. 25 áseyðir fylgja við festinum. Umsøkjarar skulu hava minst tvey ára arbeiðsroyndir í landbúnaði. Skulu hava útbúgving Minsta kravið er harafturat antin hálvt ár í landbúnaðarskúla uttanlands ella á landbúnaðarskeiði í føroysku kvøldskúlaskipanini, sum Búnaðarstovan hevur góðkent sum nøktandi útbúgving til festi uttan mjólkneyt. Festarin í Famará skal búgva í Suðuroynni. Búnaðarstovan hevur givið Johan Dalsgaard og hinum, sum búgva í Fámará, freist til 15.juli at fara haðani. Thorkild Høyer, advokaturin hjá Johan Dalsgaard, klagaði til Fiskimálaráðið um hesa fráboðanina frá Búnaðarstovuni. Bara ein nýggj upplýsing var við í umbønini um at taka málið uppaftur. Og hon var ikki avgerandi. Tí viðgjørdi Vinnukærunevndin ikki kæruna hjá smápartafelagnum Vindrøkt av nýggjum. Vinnukærunevndin hevur tí endaliga staðfest avgerðina hjá Jarðfeingi at geva einum felagi, sum SEV og Magn fara at stovna, loyvi at seta upp 13 vindmyllur í Húsahaga í Suðurstreymi. Vinnukærunevndin sigur í niðurstøðu sínari, at bara ein nýggj upplýsing er komin frá Vindrøkt. Løgdu upp fyri óvæntaðum útreiðslum Vindrøkt sigur, at felagið í umsókn sínari legði upp fyri óvæntaðum útreiðslum. Talan er um 8,25 miljó. krónur, sum eru við í íløgukostnaðinum, sum er 110 miljó. krónur Her er talan um eina nýggja upplýsing, sigur Vinnukærunevndin. Men hon er tó ikki mett at geva grundarlag fyri uppafturtøku, tí hon kann ikki broyta avgerðina, sum er tikin. Heildarkostnaðurin í tilboðnum er avgerandi, ikki hvussu hvør upphædd er nevnd í tilboðnum, sigur Vinnukærunevndin. Vinnukærunevndin sigur, at í umsóknini um uppafturtøku eru ikki slíkar upplýsingar, sum geva nevndini grundarlag fyri at taka málið uppaftur. Hendan avgerðin hjá Vinnukærunevndini er tí endalig í fyrisitingini. Men hon kann leggjast fyri Føroya rætt. Upsin, sum skipini hjá JFK og Faroe Origin fiska, hevur nú fingið MSC góðkenning. Hetta er fyrstu ferð, at MSC góðkennir fiskiveiðu undir føroysku fiskidagaskipanini. Hóast Grønland als ikki telur við sum strandarland, og tí heldur ikki er við, tá strandarlondini býta makrelin, verður makrelur aftur í ár fiskaður í grønlendskum sjógvi. Íslendska fiskivinnublaðið Fiskifr ttir veit at siga, at fýra skip eru á makrelfeltinum eystan fyri Grønland, tvey grønlendsk og tvey kinesisk. Og fleiri skip eru væntandi hagar. Polar Amaroq, sum íslendingar eiga triðingin av, er komið á fiskileið í grønlendskum sjógvi . Einasta grønlendska uppsjóvarskipið, Erika, varð selt til Afrika fyrr í ár. Í staðin fyri keypti reiðaríið, East Greenland Codfish, sum nú eitur Polar Pelagic, eitt størri skip úr Noregi. Tað var Eros, sum nú eitur Polar Amaroq. Skiparin á Polar Amaroq er íslendingur. Møguliga fara íslendsk skip eisini at fiska makrel í íslendskum sjógvi. ES tekur væl ímóti áheitanini úr Føroyum um at koma aftur til samráðingarborðið. Tað váttar talsmaðurin hjá Mariu Damanaki, fiskivinnukommisseri, Oliver Drews, fyri Norðlýsinum, ES kommisserurin hevur takkað fyri brævið og sagt, at ES er til reiðar at fara samráðingar, men fyrsta stigið eigur at verða eitt boð uppá eina semju á stríðnum. Hetta boðið væntar Damankiat fáa úr Føroyum. Annars er einki broytt. Vit eru komin hagar til, at tað hevur skund at finna eina semju, sigur talsmaðurin. Orða bræv Kaj Leo Johannesen sigur við útvarpið, at í løtuni arbeiða Uttanríkistænastan á Løgmansskrivstovuni og Fiskimálaráðið við at orða eitt bræv til ES við einum uppskoti samráðingar, hvussu stríðið um norðhavssildina kann loysast. Tá brævið er liðugt orðað, verður tað sent danska uttanríkisráðnum til kunningar, sigur løgmaður. Hann vil einki siga, um innihaldið í brævinum, men dialogur er millum Føroyar og Brússel. Avtalan tryggjar støðufesti hjá stjórnini, sigur Pedro Passos Coelho, forsætisráðharri, eftir ein fund við forsetan, Anibal Cavaco Silva. Forsætisráðharrin segði, at hann er sannførdur um, at politiska støðan er trygg, hóast bæði fíggjarmálaráðharrin hevur lagt frá sær. Uttanríksiráðharrin, Paulo Portas ætlaði eisini at leggja frá sær, men forsætisráðharrin sýtti umbøn hansara. Portas er formaður í minsta stjórnarflokkinum í samgongustjórnini. Portugisisk bløð skriva, at forsætisráðharrin fer kanska at umskipa stjórnina, og tá fær Paulo Portas helst ábyrgdina av búskapinum í landinum, og tað er Portas nøgdur við. Sosialistiski andstøðuleiðarin í Portugal, Antonio Jose Seguro, hevur heitt á forsetan um at útskriva val sum skjótast. Formaðurin í ES nevndini, Jos Manuel Barroso, hevur eisini heitt á portugisisku stjórnina um at loysa politisku støðuna. Smápartafelagið Vindrøkt hevur ikki avgjørt, hvat nú skal gerast, eftir at Vinnukærunevndin noktaði at viðgera málið um vindmyllurnar í Húsahaga av nýggjum. Vinnukærunevndin sigur, at í umsóknini um uppafturtøku eru ikki nýggjar upplýsingar, sum geva nevndini grundarlag fyri at taka málið uppaftur. Hendan avgerðin hjá Vinnukærunevndini er tí endalig í fyrisitingini. Men hon kann leggjast fyri Føroya rætt, sigur nevndin í niðurstøðu sínari. Og tað er ein møguleiki, sum verður kannaður, at stevna Jarðfeingi, sum gav felagnum hjá SEV og Magn loyvi at seta upp 13 vindmyllur í Húsahaga. Jóhan í Niðristovu, stjóri í Vindrøkt, sigur, at ein annar møguleiki er at kæra til Løgtingsins umboðsmann. Men enn er eingin avgerð tikin. Viðgjørt á skeivum grundarlagi Jóhan í Niðristovu sigur, at hjá teimum var ikki talan um at geva Vinnukærunevndini nýggjar upplýsingar. Vindrøkt heldur fast um, at nevndin viðgjørdi og avgjørdi málið eftir skeivari lóg. Vit kunnu bara enn eina ferð staðfesta, at SEV hevur monopol í Føroyum, sigur stjórin í Vindrøkt. Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, sigur, at SEV heldur fram við sínari verkætlan í Húsahaga. Men nú er ov seint at fáa myllurnar upp í ár. Tað er greitt, eftir at Kost og Føðslufelagið og Fíggjarmálaráðið í gjár skrivaðu undir nýggjan sáttmála. Hann verður galdandi til 1. oktober 2015. Karmurin í sáttmálanum er tann sami sum hjá øðrum feløgum, ið hava sáttmála við landið. Í gjár var eisini fundur millum Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, har millum annað varð tosað um, hvussu felags samráðingarnar við Føroya Pedagogfelag skulu skipast. Jóanna Djurhuus, løgfrøðingur pg deildarstjóri í Vinnumálaráðnum, er nýggj forkvinna í Fiskivinnuráðnum. Og nýggj varaforkvinna er Birita Sandberg Samuelsen, advokatur. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur tilnevnt Fiskivinnuráðið av nýggjum næstu fýra árini. Skrivari er Sunniva Sólarris, løgfrøðingur í Fiskimálaráðnum. Hini, sum manna Fiskivinnuráðið, eru hesi Fyri Føroya Ráfiskaseljarafelag Jóhannus M. Olsen, umboð Tummas Henriksen, varaumboð Fyri Føroya Ráfiskakeyparafelag Niels Winther, umboð Durita í Grótinum, varaumboð Fyri Føroya Reiðarafelag Herálvur Joensen, umboð Jógvan Jespersen, varaumboð Fyri Føroya Skipara og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið Eyðstein Djurhuus, umboð Páll Hansen, varaumboð Fyri Føroya Fiskimannafelag Jan Højgaard, umboð Andrias Berglíð, varaumboð Fyri Meginfelag Útróðrarmanna Absalon í Buð, umboð Fyri Feløgini hjá arbeiðsfólki á fiskavirkjunum Absalon Hansen, umboð Theodor A. Olsen, varaumboð Landskassin hevur fyrra hálvár fingið slakar 660 milliónir krónur í meirvirðisgjøldum av innfluttum vørum, vísir nýggj uppgerð frá Taks. Tað eru 46 milliónir krónur fleiri enn somu tíð í fjør. At inntøkurnar frá meirvirðisgjaldinum eru hækkaðar, hevur eisini við sær, at inntøkurnar frá innflutningsgjøldum eru vaksnar fyrra hálvár. Landskassin hevur higartil í ár fingið slakar 770 milliónir krónur í ymiskum innflutningsgjøldum samanborið við 722 milliónir í fjør. Eisini umsetningsgjøldini eru hægri í ár. Umsetningsgjøld eru brennioljugjald, framleiðslugjald, skrásetingargjald og ferðaavgjald. Fyrstu seks mánaðirnar vórðu inntøkurnar frá hesum gjøldum 109 milliónir krónur, 12 milliónir hægri enn somu tíð í fjør. 010203 057. Tað kundi verið eitt p tal. P talið er okkara samleikanummar, og vit brúka tað til ymiskt kanska uttan veruliga at geva okkum far um tað. Tað er eitt loyniligt tal, og tú brúkar tað, tá tú vendir tær til tín peningastovn, læknan, almannastovuna og so framvegis. Men júst tað, at talið er loyniligt, er ein misskiljing. Heldur tú, at p talið hjá tær er loyniligt, so fert tú skeiv. Útvarpið hevur fingið atgongd til eina skipan, har tú lættliga kanst gita p talið hjá einum persóni. Tað einasta, ið tær tørvar, er kyn og føðingardagur og føðiár hjá viðkomandi. Og so gevur skipanin tær trý til fimm ymisk p tøl at velja í. 24 royndir góvu rætt p tal Kringvarpið hevur gjørt nakrar royndir seinastu tíðina, og í 24 av 25 royndum funnu vit fram til rætta p talið. Hetta merkir, at kennir tú kyn og føðingardag hjá einum persóni, og hevur atgongd til hesa skipanina, kanst tú gita p talið. Royndirnar vórðu gjørdar soleiðis, at vit bóðu um føðingardagin hjá einum starvsfelaga. Settu dagfestingina inn í skipanina, síðani hvat kyn viðkomandi er, og hvørjari øld hann ella hon var føddur ella fødd í. Meira skuldi ikki til, og so høvdu vit onkuntíð trý p tøl at gita ímillum, og stundum upp í fimm. Í tí eina førinum gittu vit rætt fyrstu ferð. So er spurningurin, um tað loysir seg at hava føðingardagin almennan á síni Facebook vangamynd. Stein Fossá og Gunvá á Lofti eru bæði deildarleiðarar á Umhvørvisstovuni. P tølini hjá teimum báðum komu eisini fram í skipanini, sum Kringvarpið hevur fingið atgongd til. Gunvá á Lofti, deildarleiðari á løgdeildini á Umhvørvisstovuni, sigur, at nú má trygdin, sum p talið ofta sigst vera, herðast, tí p talið er ikki ein læst trygdarkota. Fyri fimm árum síðani tók tann eini samgonguflokkurin, Miðflokkurin, undir við tunnilsloysnini, sum andstøðufólk nú hava gjørt. Men Miðflokkurin kann ikki avgera, um hann tekur undir við loysnini nú, tí hann kennir ikki loysnina hjá sínari egnu samgongu. Hon er duld sum mansmorð, eisini fyri samgonguni, sigur Jenis av Rana, floksformaður. Hann sigur, at samgongan bindur ikki Miðflokkin í tunnilsmálinum. Nýggja fimleikahøllin við Løkin í Runavík er reist. Í gjár vórðu býráðslimir, bygginevndarlimir og umboð fyri teknisku umsitingina víst runt á byggiplássinum. Heimasíðan hjá Runavíkar kommunu skrivar, at semja var um, at høllin sýntist sera rúmlig, bæði í stóra hallarrúminum til amboðsfimleik og í hølinum til estetiskan fimleik. Nú høllin er reist, verður farið at inniloka hana. Fyrst verður takt, og í august verða stóru vindeyguni sett í. Um einar tveir mánaðir hevur høllin veruliga fingið skap, skrivar Runavíkar kommuna. Reiðaríð hjá Rankanum og Suðuroyingi hevur gjørt avtalu við íslendska felagið Úthavsskip um eitt móttøkuskip, sum skal taka móti makreli frá báðum trolarunum. Talan er um skipið Victoriu, sum í 2011 eisini virkaði sum móttøkuskip, tá makrelfiskiskapurin var í hæddini. Rankin og Suðuroyingur hoyra til bólk 2. Bólkurin hevur fingið loyvi at fiska 23.000 tons av makreli og 13.000 tons av sild í ár. Móttøkuskipið skal eftir ætlan koma í føroyskan sjógv 25. juli. Victoria, sum kann taka ímóti 1.600 tonsum av makreli, skal brúka havnina á Tvøroyri til umskipingarhavn. Yvirmenninir á Victoriu eru íslendingar, manningin er russisk og tveir føroyingar eru við sum eftirlitisfólk. Okkara limir kunnu ikki liva av sínum arbeiði, og tí góðtaka vit ikki, at teir missa arbeiðstímar. Tað sigur Ása Holm, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum, nú limir hennara, sum arbeiða á Tjarnargarði skulu arbeiða eftir einari nýggjari vaktarskipan, sum sambært teimum gevur teimum ein lønarmiss. Hensia Einarson, leiðari á Tjarnargarði, vísir aftur, at talan er um sáttmálabrot, tí ongin missir løn ella er settur niður í tið. Vit býta bara tímarnar ørðvísi í vaktarskipanini, fyri at spara í lønarútreiðslunum, sigur Hensia Einarson. Nýggi trolarin Akraberg hjá reiðarínum Framherja kom á Fuglafjørð týsmorgunin. Akraberg, sum er frá 1994, er høvuðsumvældur í Póllandi. Lastin og øll verksmiðjan er broytt umframt at aðrar ábøtur eru gjørdar á skipið. Akraberg er komin inn í flotan fyri Vesturvón, sum var ein flakatrolari, men Akraberg er nú útgjørdur at fiska fleiri fiskasløg. Annfinnur Olsen er reiðari á Akraberg. Flestu umsøkjararnir búgva í Suðutoynni, men onkur sum býr uttan fyri hevur eisini søkt um festið í Fámará, sigur Bjørn Patursson, stjóri í Búnaðarstovuni. Bjørn Patursson væntar, at tað gongur ein góð vika, áðrenn Búnaðarstovan hevur tikið støðu til, hvør av teimum tíggju fær festið í Fámará. Festið við ástandandi bygningum, millum annað sethúsi, verður yvirtikið í verandi støðu og standi. Avtala er gjørd við røktaran á festinum, at hann røktar og tekur seyðin í heyst. Sambært taxatións protokollini ber festið í Fámará 80 áseyðir. 25 áseyðir fylgja við festinum. Umsøkjarar skulu hava minst tvey ára arbeiðsroyndir í landbúnaði. Minsta kravið er harafturat antin hálvt ár í landbúnaðarskúla uttanlands ella á landbúnaðarskeiði í føroysku kvøldskúlaskipanini, sum Búnaðarstovan hevur góðkent sum nøktandi útbúgving til festi uttan mjólkneyt. Festarin í Famará skal búgva í Suðuroynni. Um onkur sum býr uttan fyri Suðuroynna fær festið, skal viðkomandi flyta til Suðuroynna. Portalurin var fyrsti føroyski tíðindamiðilin, sum burturav virkaði á netinum. Fyrstu tíðindini vóru løgd út í mars 2000, og sostatt hevur Føroya Tele átt Portalin í góð 13 ár. Endamálið var í fyrstu atløgu at venja føroyingar við at nýta internetið, og Portalurin var í nógv ár inngongdin hjá føroyingum til netið. Tíðindini hava verið høvuðstátturin í Portalinum, og føroyingar úti og heima hava vant seg við, at Portalurin er staðið, har tú kunnar teg um, hvat fyriferst í føroyska samfelagnum. Sosialurin hevur staðið fyri og havt ábyrgdina av tíðindunum á Portalinum. Umframt tíðindi eru aðrar tænastur at finna á Portalinum, eitt nú leiting, veðrið, vevmyndir, nummar.fo, torg.fo og annað. Ásannandi, at tíðindaflutningur ikki er eitt kjarnuøki hjá Føroya Tele, hevur Føroya Tele fleiri ferðir gjørt greitt, at Portalurin var til sølu. Í einari tilgongd, sum byrjaði í apríl, har tænastan at veita tíðindi til Portalin varð boðin út, komu tilboð inn at keypa Portalin, og tí varð útbjóðingin broytt til eina sølutilgongd. Í sølutilgongdini hava partar givið ítøkilig boð. Í hesum sambandi hevur Føroya Tele havt tvey fyrilit. Í fyrstu atløgu hevur leiðslan á Føroya Tele vegna eigaran skyldu til at fáa so góðan prís fyri síni aktiv sum gjørligt. Og í øðrum lagi skulu tey, sum bjóða, hava javnbjóðis treytir og umstøður at bjóða. Hendan tilgongd er nú endað við, at Knassar standa eftir við tí hægsta boðnum og eru tískil nýggir eigarar av Portalinum. Knassar eru føroysk KT fyritøka, sum mennir skipanir og tænastur til internetið, og harumframt hevur felagið ment lýsingamiðilin Vevlýsingar. Føroya Tele takkar Sosialinum fyri gott samstarv og hegni at røkja tíðindapartin á Portalinum. Samstundis verður ynskt Knassum góða eydnu við Portalinum frameftir. Føroya Tele hevur ikki upplýst nakran keypsprís, men hevur fyrr sagt, at portalurin bleiv ikki seldur fyri minni enn 5 milliónir krónur. Til staðar vóru umboð fyri nevnd og leiðslu hjá Vága Floghavn, umboð fyri Faerport, Atlantic Airways, Articon og undirveitarar hjá Articon. Nýggj krøv frá mynduleikum, vaksandi ferðafólkatal og krøv um betri umstøður til komandi og farandi ferðafólk ger, at íløgan er sera týdningarmikil fyri framtíðar menning av føroyskari flogvinnu, Vága Floghavn í tíðindabrævi. Núverandi farstøð er 1800 kvm. Teir báðir tax freehandlarnir eru umleið 70 ferðmetrar hvør. Nýggja farstøðin verður umleið 3800ferðmetrar til støddar, og taxfree økið verður umleið 800 ferðmetrar. Farstøðin og tænastubygningurin eru einar 7600 ferðmetrar til støddar. Umframt Vága Floghavn, kemur ein stórur partur av umsitingini hjá Atlantic Airways at húsast í tænastubygninginum. Politistøðin í Vágum og Posta fara eisini at húsast í nýggju hølunum. Á farstøðini verða eisini avgreiðsluhøli hjá Atlantic Airways, Avis og Kunningarstovuni. Góðar umstøður verða eisini til matarsølu. Men tað koma væntandi fýra línuskip av Føroyagrunninum inn at landa í næstu viku, tey hava mest longu og brosmu. Eitt línuskip kemur undan Íslandi við blandaðum slagi. Eitt línuskip roynir á Rygginum, og eini tvey línuskip liggja millum túrar. Hini eru antin ávegis til Flemish Kapp ella eru á Flemish Kapp. Í næstu viku verður góður streymur, og brúkiligt útróðrarveður, so væntandi verður nakað av útróðri. Nú er tað mest toskur, hýsa, og hvítingur, og væntandi onkur bátur við kalva. Bara tveir djúpvatnstrolarar eru til fiskiskap undir Føroyum. Teir samtrola eftir upsa og svartkalva. Teir landa kanska síðst í næstu viku, ella fyrst í aðru viku. Ein trolari er undir Eysturgrønlandi og fiskar svartkalva og kongafisk. Hann frystir umborð. Ein er á djúpum vatni undir Føroyum og fiskar stinglaks, og hann landar í Danmark. Onkur riggar til at fiska makrel. Flestu trolbátarnir eru til fiskiskap. Tveir royna eftir upsa og svartkalva, ein er uttan fyri mark á Landgrunninum og fiskar tosk og hýsu. Hinir eru á landleiðini og fiska tosk, hýsu, flatfisk og havtasku. Einki garnaskip er á ísfiskaveiðu í løtuni. Tó er onkur, sum fiskar svartkalva og frystir umborð, skrivar Fiskamarkaðurin á heimasíðu síni. FM kappróðurin sum skuldi byrja klokkan 15.00 á Varmakeldu í dag er avlýstur. Tað er nógvur vindur, og fyriskipararnir halda ikki, at tað er ráðiligt at skipa fyri kappróðri í dag. Magnus Jákupsson vann sær í dag sítt triða gullheiðursmerki á donsku meistarastevnuni á langgeil, tá ið hann í finaluni í 200 metra ryggsvimjing svam teinin upp á 2 04.21. Magnus var seks hundraðpartar framman fyri silvurvinnaran, Andreas Schiellerup, á 2 04.27. Magnus var annars aftanfyri bæði við 50, 100 og 150 metrum, men megnaði at hála seg fram um Schiellerup seinastu longdirnar. Magnus Jákupsson hevur vunnið gull í øllum ryggkappingunum, 50 metur, 100 metur og 200 metur. Úrslitini gjørdust 1. Erla Kongsdóttir 05 31.10 2. Ørnin 05 43.22 3. Blikur 05 44.13 4. Sílið 05 49.12 5. Spógvin 05 53.01 6. Tjaldrið 05 56.04 7. Tambar 06 02.03 Úrslitini gjørdust 1. Sølmundur 05 02.20 2. Gongurólvur 05 03.00 3. Jarnbardur 05 03.10 4. Herningur 05 09.08 5. Ridbrdarin 05 10.14 6. Strálan 05 13.03 7. Tvørabáturin 05 14.11 8. Lómur 05 15.21 1. Drekin 05 02.14 2. Fípan Fagra 05 03.17 3. Royndin Fríða 05 05.07 4. Jallurin 05 08.10 5. Blikur 05 12.21 6. Ternan 05 18.11 7. Sílið 05 38.13 1. Drekin 05 02.14 2. Fípan Fagra 05 03.17 3. Royndin Fríða 05 05.07 4. Jallurin 05 08.10 5. Blikur 05 12.21 6. Ternan 05 18.11 7. Sílið 05 38.13 1. Havfrúgvin 05 20.15 2. Falkur 05 20.16 3. Teistin 05 21.18 4. Ørnin 05 22.21 5. Tjaldrið 05 24.11 6. Drekin 05 28.00 7. Hvassi 05 34.16 1. Jarnbardur 04 52.17 2. Sølmundur 04 53.03 3. Gongurólvur 04 53.16 4. Herningur 04 56.05 5. Strálan 04 56.13 6. Tvørabáturin 04 57.10 7. Riddarin 04 58.10 8. Lómur 05 01.16 Tíðirnar vóru 1. Drekin 05 06.16 2. Royndin Fríða 05 08.18 3. Jallurin 05 11.05 4. Blikur 05 14.06 5. Fípan Fagra 05 17.01 6. Ternan 05 20.14 7. Sílið 05 38.21 Tíðirnar vóru 1. Sølmundur 05 02.08 2. Gongurólvur 05 03.18 3. Jarnbardur 05 04.00 4. Herningur 05 04.05 5. Strálan 05 06.01 6. Riddarin 05 08.00 7. Rádni 05 08.02 8. Lómur 05 08.17 9. Tvørabáturin 05 09.09 Tíðirnar vóru 1. Erla Kongsdóttir 05 22.24 2. Jallurin 05 36.23 3. Ørnin 05 38.14 4. Blikur 05 39.11 5. Sílið 05 41.05 6. Firvaldur 05 49.18 7. Spógvin 05 59.20 Pál Joensen megnaði í dag at vinna sær enn eitt dansk meistaraheiti, tá ið hann í finaluni í 200 metra frísvimjing svam teinin upp á 1 50.63, framman fyri silvurvinnaran, Daniel Skaaning, á 1 50.85. Nummar trý bleiv Sebastian Ovesen, sum svam teinin upp á 1 53.50. Tað var annars Skaaning sum legði harðast út. Hann lá eitt hálvt sekund ella hálva kroppslongd framman fyri Pál eftir 100 og 150 metar, men Pál kom so aftur síðstu metrarnar. Klaksvíkar kommuna boðar í dag frá, at bakteriur eru staðfestar í drekkivatninum. Kommunan heitir tí á fólk um at kóka vatnið. Klaksvíkar kommuna sigur, at tá vatnið aftur er reint, verður boðað frá hesum Klokkan var farin av hálvgun átta áðrenn tíggjumannafars róðurin var liðugur og tískil vera róðrarnir ikki at síggja her á kvf.fo fyrr enn í morgin. Talskrásetarin á flogfarinum vísir, at fogskiparin royndi at avbróta lendingina, og gera nýggja roynd bara hálvtannað sekund áðrenn flogfarið bresti í vøllin. Og bara tvey sekund framman undan bað flogskiparin um loyvið at seta ferðina upp. Áðrenn tað vóru ongin tekin um, at flogfarið hevði trupulleikar, segði Deborah A.P Hersmann, leiðari á trygdarmyndugleikunum, National Transport Safety Board, á tíðindafundi sunnudagin, skrivar AP. Ein teirra, ið kom frá vanlukkuni á lívi, Benjamin Levy, sigur, at ferðafólkini ongantíð fingu nakra ávaring frá manningini um, hvat var við at henda. Hann sigur, at eisini manningin var kløkk av hendingini. Filmsupptøkur vísa, at flogfarið fleyg ov lágt, tá tað kom inn móti flogvøllinum. Og suðurkoreiska flogfelagið, Asiana Airlines, vísir púrasta aftur, at nakað mekaniskt var galið við flogfarinum. Av teimum 182 ferðafólkunum, sum vórðu innløgd á sjúkrahús við løstum, stendur um lív hjá 16 teirra. Tey liggja framvegis uttan vit. Veljast kann millum ymsar góðskur niðanfyri. Útvarpið fer nú at senda tríggjar sendingar, sum serliga snúgva seg um bjørgini í Skúvoy. Farið verður runt um Skúvoynna við skúvoyinginum Kjartani Hentze. Kjartan Hentze greiðir mest frá fugli, bjørgum og bjargaferðum, sum altíð høvdu stóran týdning fyri skúvoyingar. Niels Juel Arge gjørdi sendingarnar í 1975. Vit senda krimisøguna Brennivargurin . Bókin er ein skemtilig og spennandi krimisøga, sum Jógvan Isaksen hevur skrivað. Kúllarnir Kári og Rói ganga í 6.D í Kommunuskúlanum. Tað er ikki frítt fyri, at teimum dámar at arga lærarnar og ikki altíð við mykindum. Men teir fáa álvarsligari trupulleikar at takast við, tá ið teir saman við vinfólkunum Magnusi og Beintu seta sær fyri at fanga ein brennivarg, sum herjar í Havnini. Páll Daneilsen lesur. Vit senda krimisøguna Brennivargurin . Bókin er ein skemtilig og spennandi krimisøga, sum Jógvan Isaksen hevur skrivað. Kúllarnir Kári og Rói ganga í 6.D í Kommunuskúlanum. Tað er ikki frítt fyri, at teimum dámar at arga lærarnar og ikki altíð við mykindum. Men teir fáa álvarsligari trupulleikar at takast við, tá ið teir saman við vinfólkunum Magnusi og Beintu seta sær fyri at fanga ein brennivarg, sum herjar í Havnini. Páll Daneilsen lesur. Sum heild er trygdin í lagi hjá kappróðrarbátum, sigur Vørn, sum av og á kannar, um tey, sum rógva kapp, halda krøvini í kunngerðini frá 2008 um trygdarkrøv hjá kappróðrarbátum. Vørn kannar kappróðrarbátar, tá manningar venja. Herfyri varð tíggjumannafarið, Klaksvíkingur kannað, á vánni í Klaksvík. Har vóru øll trygdarkrøvini hildin, sigur Vørn. Kappróðrarbátar, sum ikki halda kunngerðina, fáa bót. Eitt nú er bótin fyri ikki at hava kumpass í bátinum, tá vant verður, 1500 krónur Framleiðslan á Bakkafrost verður nú savnað í einum nýggjum virki á Glyvrum. Tað fer at betra kappingarførið hjá fyritøkuni við 50 til 70 milliónum krónum. Í dag ger Bakkafrost kassar á Argjum og á Glyvrum. Laksur verður kruvdur í Kollafirði, á Strondum og í Klaksvík, og lidnar vørur verða gjørdar í Fuglafirði og á Glyvrum. Bakkafrost hevur ætlanir um at brúka eina góða milliard krónur til íløgur næstu fimm árini, boðar felagið frá í morgun. Ætlanin er millum annað at lata byggja ein brunnbát, sum lastar 450 tons av livandi laksi. Báturin skal vera liðugur í 2015. Íløgurnar verða fíggjaður við peningi frá rakstrinum, tøkari fígging hjá felagnum og møguliga partvís nýggjari fígging. Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti, sigur, at skal Bakkafrost í framtíðini standa seg í kappingini og varðveita arbeiðspláss í Føroyum, er neyðugt at gera tillagingar, sum betra kappingarførið. Hetta verður gjørt við effektiviseringum, nýggjari útgerð og tøkni og færri og størri rakstrarstøðum, kunnger Bakkafrost í morgun. Talan er um partapeningin í P f Vágatunlinum, 160,3 milliónir krónur, og í P f Norðoyatunlinum, 235 milliónir krónur. Sambært lógunum um teir báðar tunlarnar eigur landið at fáa hndan peningin aftur, sigur Poul Michelsen, løgtingsmaður í Framsókn. Lógirnar siga, at tá útveganarkostnaðurin er fult afturgoldin, fær landið tunlarnar fyri einki. Útveganarkostnaðurin er fíggjaður við partapeningi og við lántøku, sigur Poul Michelsen. Við í útveganarkostnaðinum er partapeningurin, sum landið setti í, sigur Poul Michelsen, sum spyr løgmann, hvat tær 395,3 milliónir krónur skulu brúkast til, tá landið fær aftur. Vágatunnilin skyldar góðar 17 milliónir krónur, og góðar 59 milliónir eru eftir av lánunum hjá Norðoyatunlinum. Poul Michelsen spyr løgmann um partapeningin, tí, sum framsóknarmaðurin sigur, so hoyrist nú frá ávísum politikarum, at tað ikki er ætlanin, at tunnilsfeløgini skulu gjalda aftur allan útveganarkostnaðin, men bara lánini, og at einki tunnilsgjald verður kravt, tá lánini eru goldin. Fyrrapartin í dag fara Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, og Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, á fund við Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum um sildamálið, nú ES hóttir við at seta Føroyum handilsforðingar. Ráðførslan verður tó ikki um kravið hjá landsstýrinum í sildabýtinum. Tað kravið skal ikki leggjast fyri ES, men fyri øll strandarlondini, sum eru við í sildabýtinum. Ráðførslan í dag verður um hóttanina hjá ES um handilsforðingar, segði Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, við Útvarpið leygardagin. 32 ára gamli maðurin kom til hendurs við ein 37 ára gamlan mann, og slóg hann í andlitið við einum ølglasi. Talan er um grovan harðskap, og grundlógaravhoyringin verður klokkan hálvgum tvey í dag. Ung fólk eru yvir umboðað í ferðsluvanlukkum, og tí hava vit í løtuni sjóneykuna á tey, sigur Brynhild Høgnadóttir, stjóri í Ferðslutrygd. Ferðslutrygd kemur nú við trimum stuttfilmum, sum venda sær til ung fólk. Fyrsti filmurin, sum er á youtube, snýr seg um, at rúsdrekka og bilkoyring hoyra ikki saman. Stjórin í Almannaverkinum eitur ikki longur Petra Johnsdóttir Joensen. Almannamálaráðið boðar í tíðindaskrivi frá, at Petra Johnsdóttir Joensen og Almannamálaráðið eru komin ásamt um, at hon nú fer frá sum stjóri fyri Almannaverkið. Í sendingini fylgja vit kappróðrinum 2013, nú føroyameistararnir hjá 5, 6, 8 og 10 mannaførum við dreingjum, gentum, kvinnum og monnum skulu finnast. Vit síggja brot frá róðrunum og hitta rógvarar og onnur, sum hava við kappróður at gera. Petra Johnsdóttir Joensen hevur verið stjóri í Almannaverkinum síðani á heysti í 2011. Hon hevði frammanundan verið stjóri á Almannastovuni í 11 ár. Hon hevur drúgvar leiðsluroyndir bæði í Føroyum og í Danmark. Petra Johnsdóttir Joensen er 68 ára gomul, útbúgvin løgfrøðingur og hevur eisini prógv sum Master í Public Policy frá Roskilde Universitetscenter. Vit hava tosað við Petru Johnsdóttir Joensen. Og hon er kedd um støðuna. Hending fór fram uttan fyri Mimir í Havn í gjárkvøldið . Maðurin kom til hendurs við ein 37 ára gamlan mann, og slóg hann í andlitið við einum ølglasi. Í grundlógaravhoyri segði 32 ára gamli maðurin, at hann als einki minnist um, hvat hendi í gjárkvøldið. Ákæruvaldið kravdi mannin í varðhald í 4 vikur, tí vandi er fyri, at maðurin ger líknandi lógarbrot aftur. Víst varð til, at maðurin fyrr er dømdur fyri harðskap, og at hann hevur eitt mál, sum enn ikki hevur verið fyri í rættinum um harðskap tað var eina hending í februar í ár, tá varðhaldsfongslaði breyt beinið á einum øðrum manni í fleiri støðum. Verjin hjá 32 ára gamla manninum vísti á, at eingi vitni eru, sum sóu, hvør slóg hvønn við glasinum. Og báðir menninir hava skursl og sár í andlitinum. Verjin mælti tí frá at varðhaldsfonglsa mannin. Men maðurin varð varðhaldsfongslaður við teirri grundgeving, at vandi er fyri, at hann fremur slík lógarbrot aftur. Havstovan hevur kunngjørt úrslitini av yngulkanningini, sum varð gjørd í summar. Endamálið við kanningini var millum annað at vita, hvussu sterkir toskaárgangirnir á landgrunninum eru. Og støðan er ikki góð. Hon er líka ring sum í 1991, sum er ringasta árið, síðani yngulkanningarnar byrjaðu í 1974. Eftir trý vána ár vaks yngulin til beint oman fyri miðal í 2008. Í 2009 var nøgdin nærum tvífalt so stór sum í 2008. Hetta sást eisini aftur í yvirlitstrolingunum eitt til tvey ár seinni. Men onkursvegna spurdust bara ein árgangur undir miðal og ein miðalárgangur burtur úr tí, sigur Havstovan. Tað minsta, Havstovan veit um Toskanøgdin seinastu fýra árini hevur verið ájavnt teirri í 1991, sum er tað minsta, Havstovan veit um. Eisini fyri hýsu gjørdist úrslitið í summar sera vánaligt. Eftir tvey góð úrslit í 2008 og 2009, hava fýra tey seinastu árini verið sum í 1995 og 1996, sum eru vánaligastu árini síðani 1994. 28 fiskasløg komu í trolið hjá Magnusi Heinasoni, men lítið er til av flest øllum sløgum, og støddirnar eru yvirhøvur smáttfallandi. Havstovan gjørdi eisini ætikanningar. Gróðurin í sjónum er væl undir miðal, men nógv djóraæti er. Eins og í fjør er sjógvurin nakað kaldari í ár samanborin við somu tíð árini fyri. Kappingin byrjar mikudagin 10.juli. Fimm føroyskir svimjarar eru við. Tey eru Guðrun Mortensen og Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar svimjifelagi. Óli Mortensen og Markus Joensen úr Havnar Svimjifelagi, og Alvi Hjelm úr Ægir. Tilmælið hjá danska uttanríkisráðnum umfatar tó ikki ferðafólkaøkini við reyðahavið og Aqabavíkina, skrivar uttanríkisráðið á sínari heimasíðu. 50 fólk dripin Í gjár vórðu meira enn 50 fólk dripin undir eini mótmælisgongu í høvuðsstaðnum, Kairo. Muslimska brøðrarlagið, sum hevur staðið fyri mótmælisgongunum ímóti hernaðarkvettinum móti fyrrverandi forsetanum Mursi, sigur, at trygdarfólk og løgregla lupu á, meðan egyptiski herurin sigur, at yvirgangsfólk framdu atgerðirnar móti mótmælisfólkunum, skriva reuters og ritzau. Nógvur ófriður hevur verið í Egyptalandi síðani herurin í landinum noyddi forsetan Mohamed Mursi frá. Mursi fekk eitt ár og tríggjar dagar í sessinum sum fyrsti fólkavaldi forseti í Egyptalandi. Nú er so greitt, at egyptarar skulu velja nýggjan forseta um áleið eitt hálvt ár. Tað sigur landsins fyribils leiðari Adli Mansour. Nýggja grundlóg Men fyrst skal landið hava eina nýggja grundlóg, sum skal til fólkaatkvøðu. Sagt verður, at kontroversiella grundlógin, sum fyrrverandi forsetin, Mursi, setti í verk í desember í fjør, skal broytast innan fyri næsta hálva fimta mánaðin. Og sum sagt so mælir danska Uttanríkisráðið nú øllum frá at ferðast til Egyptalands yvirhøvur tó ikki til ferðafólkaøkini við reyðahavið og Aqabavíkina. Formaður floksins, Jenis av Rana, er ikki sannførdur um, at privata loysnin hjá Kára P. Højgaard er tann skilabesta. Men í gjár boðaði hin tingmaður floksins, Bill Justinussen, frá, at hann frá fysta degi hevur stuðlað Kára P. Højgaard, landsstýrismanni, í at gera avtalu við eitt privat felag, sum skal gera og eiga Skálafjarðartunnilin. Eg haldi tað vera eitt bragd hjá landsstýrismanninum at hava funnið íleggjarar, sum tora at taka á seg váðan at gera Skálafjarðartunnilin. Tí eingin veit, hvat hendir í samfelagnum næstu 30 árini, sigur Bill Justinussen. Óheftir serfrø ngar Jenis av Rana hevur skotið upp at seta nakrar óheftar serfrøðingar at samanbera uppskotið hjá Kára P. Højgaard og uppskotið, sum tingfólkini Bjørt Samuelsen og Aksel V. Johannesen hava gjørt um eina almenna loysn, har sum landið stovnar partafelag at gera og eiga bæði Skálafjarðartunnilin og Sandoyartunnilin. So skjótt sum fundarboð koma, eru Føroyar til reiðar at koma við einum ítøkiligum og undirbygdum uppskoti um kvotubýti, bæði í ár og næstu árini. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, svaraði í gjár Mariu Damanaki, fiskivinnukommisseri hjá ES. Hann sigur, at Føroyar eru altíð til reiðar at samráðast við øll hini strandarlondini um norðhavssildina. Jacob Vestergaard sigur tó, at tey 17 prosentini, sum Føroyar hava ásett sær í ár, eru grundarlagið fyri samráðingum, sum Føroyar kunnu vera nøgdar við. Tað stendur í fráfaringaravtaluni millum Almannamálaráðið og Petru Johnsdóttir Joensen, og sum Kringvarpið hevur fingið innlit í. Mánaðarlønin fyri at vera stjóri í Almannaverkinum er 52.660 krónur, upplýsir lønardeildin hjá fíggjarmálaráðnum. Petra Johnsdóttir skal sambært fráfaringaravtaluni virka sum serligur ráðgevi, avmarkað til at vera til taks at ráðgeva um samanleggingartilgongdina í Almannaverkinum. Hon skal eisini svara fyrispurningum, ið kunnu stinga seg upp í samband við, at eitt stjóraskifti fer fram. Arbeiðið kann, um Petra Johnsdóttir ynskir hetta, verða úttint heimanifrá, ella har hon annars er stødd. Í samband við uppsøgnina fær Petra Johnsdóttir endurgoldið útreiðslir til advokathjálp. Tó í mesta lagi 15.000 krónur, stendur í fráfaringaravtaluni. Í Runavíkar kommunu leiga tey, sum hava bygningar á havnarlagnum, grundøkið frá kommununi. Tá Bakkafrost er liðugt at byggja á Glyvrum, fer fyritøkan at hava næstan 20.000 fermetrar til kassavirki, kryvjing, framleiðslu og goymslu. Magnus Rasmussen er borgarstjóri í Runavíkar kommunu. El Beblawi var í eitt fýra mánaðarskeið varaforsætisráðharri í Egyptalandi. Tað var í 2011. Umframt hevur hann eisini verið fíggjarmálaráðharri. Nýggi egyptiski forsætisráðharrin hevur lisið løgfrøði á Universitetinum í Kairo. Haraftrat er hann doktari í búskaparfrøði. El Beblawi segði við Daily News Egypt hin 29. juni, at hann metti búskaparpolitikkin hjá júst frákoyrda forsetanum, Mohamed Morsi, vera ov veikan. EB Streymur lat ongantíð nakran iva vera um, hvat var tað betra liðið, tá teir í kvøld tóku ímóti FC Lusitanos úr Andorra. EB Streymur kundi komið víðari við 0 0 ella 1 1 javnleiki, men teir fóru eftir sigrinum frá fyrsta bríksli. Arnbjørn Hansen legði sundalagsmenn á odda, tá 3. minuttir vóru farnir og tá Levi Hansen so økti tá 39 min. vóru spældir var ikki nógvur ivi um, hvar sigurin fór. 3 min 1 0 Arnbjørn Hansen 39 min 2 0 Levi Hanssen 65min 2 1 Luis Dos Reis 72min 3 1 Gunnar Zachariasen. 84min 4 1 Levi Hanssen . 90 min 5 1 Leif Niclasen Vit hava í eina tíð átt 25 prosent av Norðfra, men hava nú keypt hini 75 prosentini eisini, sigur annar av nýggju eigarunum, Kaj Otto Frederiksberg. Framvegis verður tað tó Jógvan Høj, ið kemur at reka Norðfra og standa fyri arbeiðinum har, tí hann hevur allan fak kunnleikan, ið krevst til framleiðsluna. So sjálvt um vit nú eiga Norðfra, verður talan um sama virksemi og somu vørur sum áðrenn, sigur Kaj Otto Frederiksberg. Teir báðir nýggju eigararnir av Norðfra eru eisini kendir frá felagnum FoFish, sum teir eiga saman við Osmundi Justinussen og Janusi Knudsen. Jógvan Høj, sum hevur átt í virkinum síðani 1997, sigur við útvarpið, at hann fekk eitt tilboð, sum hann ikki kundi annað enn taka av. Aðra viðmerking hevur hann ikki. Nú skal trygdin herðast í bankunum, sigur Súni Schwartz Jacobsen, stjóri í Eik banka, eftir at Kringvarpið fríggjadagin vísti á, at p talið ikki er so trygt, sum flestu okkara halda. Faroese for foreigners I, har fortreytin er, at tey lesandi skulu hava miðnámsskúlaprógv ella tað, sum svarra til eitt slíkt. Faroese for foreigners II, har fortreytin er, at tey lesandi skulu hava tikið fyrra skeiðið ldquo Faroese for foreigners I ella hevur eitt summarskeið í føroyskum. Endamálið er at geva teimum lesandi innlit í føroyska mállæru og málnýtslu. Serliga verður dentur lagdur á málførleikarnar at tosa, at fata, at lesa og partvís eisini at skriva. Dentur verður lagdur á formsíðuna hjá málinum, eins væl og at tey lesandi læra at nýta hesa í praksis. Skeiðini byrja 1. oktober 2013 og halda á til 21. desember 2013. Lærari verður Erla Bech Nolsø. Hjalmar P. Petersen hevur ábyrgd av skeiðunum. Frálæran verður í høvuðsheitum fjarundirvísing, men tey lesandi hittast eisini nakrar ferðir. Hetta verður eftir ætlan í byrjanini, tá skeiðið er hálvrunnið og móti endanum av skeiðnum. Fíggjarnevndarskjalið er ikki almannakunngjørt enn, men Útvarpið skilir, at talan er um fimm ella seks milliónir krónur, sum Fíggjarnevndin er biðin um at játta. 30 ára gamli avdúkarin, Edward Snowsden, er eftirlýstur í USA, tí hann sambært myndugleikunum hevur almannakunngjørt loyniligar upplýsingar. Snowden arbeiddi í nógv ár hjá amerikonsku fregnartænastuni, National Security Agency, og í tí sambandi hevur hann greitt frá, at USA fremur miðvísa njósning á alnetinum, millum annað við teldupostum, Facebook og Google. Hetta kom fram í The Guardian og The Washington Post í juni mánað og endaði beinanvegin á forsíðunum kring heimin. Í mai flýddi Snowden úr USA til Hong Kong. USA hevur kravt at fáa hann útflýggjaðan, men tað hevur ikki eydnast teimum, tí eftir Hong Kong flýddi Edward Snowden til Moskva. Har hevur hann hildið til nærum í ongamannalandi á flogvøllinum í Moskva, í eina tíð. Men nú hevur hann so fingið friðskjól í Venuzuela. Og hann hevur tikið av tilboðnum, skilst. Tryggjað fyri møguligar lógarbroytingar Millum annað fær Faroese Infrastructure, sum donsku feløgini hava stovnað í Føroyum, endurgjald frá landinum fyri allar lógarbroytingar viðvíkjandi tunnilsgerð, sum verða gjørdar eftir 25.juni í ár. Hetta er eisini galdandi fyri skattligar avskrivingar og nýggjar trygdarreglur. Í lógaruppskotinum stendur, at landsstýrismaðurin kann krevja, at reglur og normar um trygd, sum eru sett í gildi eftir 25.juni 2013, skulu fylgjast, men afturfyri fær felagið, sum fær einkarættin at gera Skálafjarðartunnilin, endurgjald fyri tað. Landsstýrismaðurin bindur seg eisini til at lata felagið vera skaðaleyst við reiðum peningi fyri tap, sum standast av kapping við Skálafjarðartunnilin. Hetta er tó eisini í galdandi lóg frá 2010. Tá hugt verður eftir løntakarum eftir vinnugrein, ber ikki til at árstíðarjavna, tí sveiggini í fiskivinnuni eru so stór og óreglulig. Tá er frægasti hátturin at samanbera við sama mánaða árið fyri. Í fiskivinnuni vóru 168 løntakarar færri í mun til apríl 2012. Eisini bygginvinnan hevur afturgongd verið 60 færri løntakarar sum svarar til eina minking upp á 2 . Ein av teimum lítlu vinnugreinunum er ráevnisvinna, tilsamans eru bert 0,4 av løntakarunum í føroysku ráevnisvinnuni, men gongdin seinastu mongu árini er ein javnur vøkstur og fyri fyrstu ferð nakrantíð vóru tað yvir 100 løntakarar í hesi vinnugreinini. Í apríl 2013 vóru 102 fólk sum høvdu sítt høvuðsstarv í ráevnisvinnuni. Harumframt eru fleiri føroyingar í starvi í vinnum sum veita ráevnisvinnuni tænastur, til dømis í sjóflutningi. Borðtennis er ikki við sum ítrótt á oyggjaleikunum á Bermuda. Tískil hevur verið skipað fyri alternativum oyggjaleikum í borðtennis í Íslandi. Íslendska A landsliðið hjá monnum vann kappingina Arctic Table Tennis Championship. Føroyar gjørdust nummar 2, eitt úrvalslið úr Jútlandi varð nummar 3, og Grønland gjørdist nummar 4. Føroysku kvinnurnar gjørdust nummar 4 í liðkappingini. Á liðnum vóru umframt Henriettu Nielsen, sum spælir í danska felagnum SISU MBK, eisini Anna Mikkjalsdóttir úr TBF og Durita Jensen úr TÓR. Jensina og Ljóðfílurin eru flutt niður í kjallaran hjá mostrini, tí tey óruddaðu so illa. Tey hava bæði sovið illa, kett seg og verið spent. Jensina syngur ein sang um at spæla við eitt gamalt radio, sum er stuttligt, tá ein keðir seg. Hvar enda tey, tá tey fara út gjøgnum Loyniligu Loynihurðina Hvat fyri Pippting fara tey at gera Tey gleða seg til at síggja tykkum aftur Ljóðfílurin og Jensina spæla bil og hava bygt ein bý. Og hvar munnu tey enda, tá tey fara við flúgvandi ferð gjøgnum Loyniligu loynihurðina Og so er tað Pipptingið Man tað hava hjól Jensina finnur ikki Ljóðfílin og fær ikki gjørt sendingina. Er hann bangin fyri onkrum, síðani hann krógvar seg Er Jensina bangin fyri nøkrun Tey syngja, fara ein túr gjøgnum Loynihurðina, og hvat fyri Pippting fer Jensina at gera hesaferð Spennandi er tað At vera svangur, og einki finna at eta, er ikki stuttligt. Spurningurin er, um Jensina og Ljóðfílurin fara at finna nakað at eta. Kanska Loynihurðin kann hjálpa teimum Tað er lítið stuttligt at vera smásjúkur. Ljóðfílurin hevur nokkso ilt í hálsinum, og Jensina syngur fyri honum, tí tað heldur hon hjálpir upp á tað. Sum tað er gott at vakna og minnast dreymin, sum man droymdi, men viðhvørt er neyðugt at hugsa seg um fyri at minnast. Tá er gott at hava okkurt eitt ting ella eina tekning at minna seg á við. Okkurt við at eta, og sum smakkar væl man ein sangur vera um tað Og so er tað hurðin Loyniliga Loynihurðin gongur man gjøgnum hana endar man altíð eina aðrastaðni. Men hvar Fyri børn og ræðuliga gomul fólk. Í dreymi ber til at flúgva til dømis, og tá man vaknar, er man aftur í songini. Hvussu langt noyðist man at fara, tá man skal út at ferðast Og hvussu vorðnum klæðum skal man vera í Ljóðfílurin og Jensina fara at ferðast við okkum út gjøgnum Loyniligu Loynihurðina. Spennandi er at vita hvagar. Syng ein DING DANG PAPPSANG. Til børn og ræðuliga gomul fólk. Øll sum duga at droyma seg burtur í annan heim, fáa næstan altíð góð hugskot. Jensina dugir, og hon fær ofta góð hugskot. Serliga um sangurin er um okkurt .ja, serligt, eina krukku til dømis. Og hurðin Loyniliga Loynihurðin letur okkum og Ljóðfílin og Jensinu sleppa í eitt nýtt stað, hvønn dag. Eisini í dag. Syng ein DING DANG PAPPSANG ein sending fyri børn og ræðuliga gomul fólk. Ubbedey upp upp. Øll skulu upp Jensina skal upp, og Ljóðfílurin skal upp kuffertið skal latast upp. Hvat man vera í kuffertinum í dag Hvønn pappsang okkurt við upp, kanska Tað finna vit í hvussu er útav, tá ið loyniliga loynihurðin fer upp. Fyrst vitja. Og so byggja okkurt upp, eitt hús kanska Sig so tað syng sang ein DING DANG PAPPSANG Ein sending fyri børn og ræðuliga gomul fólk. Ljóðfílurin og Jensina hava nógvar ymiskar litir rundan um seg. Tað ræður um at hyggja og so tekna, kanska Men hvønn lit skal man so brúka Tussj ella krit Litfagra kuffertið vísur heilt vist okkurt um ein sang. Og ikki um at tala Loyniliga Loynihurðin hvagar gongur leiðin í dag Eingin skal óttast at enda fer Jensina at gera okkurt snilt. Og ja, Syng ein DING DANG PAPPSANG Sending fyri smábørn og ræðuliga gomul fólk. Hvør man røkka longst Ja, Jensina røkkur nokk longri enn Ljóðfílurin, men hvør hevur so longsta fingurin Ja, hvør fingur er longstur av øllum Og hvussu langt fara vit gjøgnum Loyniligu Loynihurðina Tað fáa vit nokk at vita eisini hvat ber til at gera, tá ið man syngur ein góðan sang so Syng ein DING DANG PAPPSANG Fyri smá børn og ræðuliga gomul fólk. Sum tað er gott at koma heim aftur, men so er neyðugt fyrst at fara út. Tað er lætt at fara at ferðast uppá allar møguligar mátar. Hvør sangur er í kuffertinum í dag Jensina og Ljóðfílurin tey kunnu fara út ígjøgnum Loyniligu Loynihurðina, men tað ber eisini til at sigla til dømis. Eigur tú eitt skip, so ber tað til. Eisini at koma heim aftur og í song Syng ein DING DANG PAPPSANG. Tá ið sólin skínur so fer kavin ja, hvar fer hann Jensina og Ljóðfílurin fara heilt vist út gjøgnum Loyniligu Loynihurðina men hvar fara tey Tað vita vit ikki enn. Men kanska siga tingini í kuffertinum okkurt um tað ella kann tað vera okkurt við veðrinum Tá ið fleiri børn spæla í senn, so er tað eisini stuttligt. Men tá kann vandi verða á ferð, um tey ikki ansa sær. Jensina ansar allatíðina væl eftir Ljóðfílinum, tíbetur. Serliga tá tey fara út í gjøgnum Loyniligu Loynihurðina. Kuffertið sigur teimum aftur í dag, hvar tey skulu fara Í dag fara tey har tað er nokso vátt Men tey koma tíbetur heimaftur í øllum góðum, at byggja ella gera okkurt snilt. Syng ein DING DANG PAPPSANG. Hjá summum fólkum gongur ikki altíð væl, til dømis tá mamman er óð og pápin er illur ella øvugt. Men tað er altíð gott, tá ið øll eru vinalig og blíð. Og hjálpast at, sum til dømis Ljóðfílurin hjálpir Jensinu og filmar kuffertið, og út gjøgnum Loyniligu Loynihurðina og yvir í verkstaðið. Tá er einki at siga til, at hann verður móður. Tí í dag fara tey eina heilt serliga staðni Ikki so ræðuliga langt, men serligt tað er tað. Syng ein DING DANG PAPPSANG. Er alt sum er vátt syrgiligt Til dømis eru tár vát og tað er syrgiligt, tá ið eitt barn grætur. Hvussu so við regni ella svimjihylinum Tá er tað sum er vátt gott Jensina og Ljóðfílurin fara aftur í dag ein túr. Fyrst og fremst hyggja í eitt ávíst kuffert, so finnur tú útav, hvar tú fert út gjøgnum Loyniligu Loynihurðina kanska fara tey onkustaðni, har tað er vátt Og hvør verður sangurin, og hvat man Jennsina duga at gera í dag Síggjast. Syng ein DING DANG PAPPSANG. Í einum almennum brævi til løgmann, landsstýrið og løgtingið vísir Sinnisbati á, at limir, sum felagið varar av, eru fangaðir í meldrinum í trætuni millum tey, sum búgva og virka á festinum í Famará og Búnaðarstovuna. Uttan at taka støðu til tey juridisku atlitini og mannagongdir, ið sigast vera fylgdar og ikki fylgdar í trætuni millum Búnaðarstovuna og námsfrøingarnar Rakul og Jóhan Dalsgaard, venda vit okkum til tykkara, sum umboða almennu Føroyar, um at hjálpa okkara brúkarum, so teir kunnu halda áfram at búgva og móttaka alternativa námsfrøðiliga tilboðið, sum Rakul og Jóhan Dalsgaard hava ment hesi gott og væl tvey árini, tey hava hildið til í Fámará. Arbeiða fyri rættindum hjá sálarsjúkum Felagið vísir á, at Sinnisbati er áhugafelagsskapur, sum sambært viðtøkunum hevur sum endamál at arbeiða fyri rættindum hjá sálarsjúkum í Føroyum. Í friðarligu, vøkru og óspiltu náttúruni í Fámará, samantvinnað við tað, sum námsfrøðingarnir, Rakul og Jóhan Dalsgaard, kunnu bjóða hesum fólkum, hava fleiri fólk við sálarligum trupulleikum av ymsum slag funnið seg til rættis, og tey hava fingið tað munandi betri, sigur Sinnisbati millum annað í brævinum til myndugleikarnar. Felagið vísir til fleiri fyrimunir, sum fólk við sálarligum trupulleikum kunnu fáa av at vera á garðinum í Fámará. Og tí heitir felagið beinleiðis á myndugleikarnar at steðga ætlanini at reka Rakul og Jóhan Dalsgaard úr Fámará. Flogfarið við ferðalagnum til oyggjaleikirnar í Bermuda má millumlenda í Keflavík í Íslandi, tí flogfarið, sum er bílagt til ferðina til Bermuda slapp ikki niður í Vágum. Tað flogfarið kom úr Keypmannahavn, men fekk ikki lent vegna mjørka. Hetta hevur nakað av seinking við sær, men onki av týdningi. Men nú fer flogfarið úr Vágum hvørja løtu, og úr Keflavík gongur leiðin so til Hamilton í Bermuda umvegis Gander flogvøllin í New Foundlandi. Væntandi verður ferðalagið frammi um 18 tíðina føroyska tíð. Ímeðan nýggja leiðslan í gjár legði fram ætlanina fram til eina nýggja grundlóg og nýval, byrjaði myndin hjá fyribilsstjórnini spakuliga at vísa seg við einum búskaparfrøðingi á odda. Einum búskaparfrøðingi, sum bert fær stutta tíð at prógva, at kann nøkta altjóða lángevarar og svongu egyptisku gøturnar , skrivar Tobias Havmand, journalistur á danska blaðnum, Information. Ókendur forsætisráðharri Samstundis sum offrini frá samanbrestunum millum mótmælisfólk og egyptiska herin mánadagin vórðu jarðað, gjørdist greitt, at lutfalsliga ókendi fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin, Hazem el Beblawi, verður nýggjur forsætisráðharri Egyptalands. Talan er um ein liberalan búskaparfrøðing við drúgvum royndum í almennu umsitingini í Egyptalandi og í fleiri bankum. Hesin varð valdur fram um hin heldur politiskt kenda Mohamed ElBaradei, sum salafistarnir í Nour flokkinum ikki vildu vita av. Hann er í staðin valdur til varaforseta. Nú skal vera friður Tobias Havmand heldur, at hendingarnar síðan hesa seinastu kollveltingina ndash har nógv fólk eru deyð í samanbrestum, gera, at ætlanin hjá nýggju stjórnini er merkt av, at tingini skulu henda skjótt. Men hóast truplu støðuna, so stuðla bæði herurin í Egyptalandi og amerikanska stjórnin ætlanini. Haraftrat hava Saudi Arabia og Sameindu Arabisku Emiraturnar lovað Egyptalandi 8 milliardir dollarar í stuðuli. Tað er ikki órealistiskt at endurnýggja grundlógina og skipa fyri nývali áðrenn hálvt ár er farið. Men júst nú hevur tað týdning at tað verður friður, sigur Heba Khalil, granskingarstjóri í Egyptian Center for Economic and Social Rights. Nýggja stjórin skal betra búskaparstøðuna, og leggja eina langtíðar búskaparætlan fram, sum fólkið trýr uppá. Ger stjórnin tað, fær hon eisini fólkið at stuðla seg. Men megnar stjórnin ikki hetta, áðrenn seks mánaðir eru farnir, og verður stjórnin ikki reglufastari enn stjórnin hjá Mursi, heldur hon neyvan í seks mánaðir, sigur Heba Khalil. Í kvøld er tað Víkingur sum skal í eldin í Evropa league, teir skulu spæla í móti FC Inter Turku úr Finlandi á útivølli. Fyrri dysturin millum Víking og FC Inter Turku endaði við javnleiki 1 1 á Svangaskarði. Sambært lógaruppskotinum, sum sambært Innlendismálaráðnum kemur í løgtingið ólavsøkudag, liggur tann treyt við einkarrættinum, at felagið rindar landsstýrismanninum tað, sum hann brúkti til at fyrireika og gera sáttmálan um einkarrættin. Gjaldið er í mesta lagi 15 milliónir krónur Men tað skal ikki gjaldast, fyrr enn tunnilin er tikin í brúk, í seinasta lagi í 2023 sambært tíðarætlanini í uppskotinum um sáttmála millum landsstýrismannin í innlendismálum og Copenhagen Infrastructure Partners. Í fíggjarlógini fyri 2013 eru seks milliónir krónur settar av til at fyrireika Eysturoyartunnilin, og ætlanin er eisini at játta seks milliónir næsta ár. Innlendismálaráðið hevur ikki roknað út ella mett, hvussu nógv landið skal rinda P f Eysturoyartunlinum í endurgjaldi fyri møguligar lógarbroytingar í framtíðini, broytingar, sum ávirka einkarrættin hjá felagnum at gera, eiga og reka undirsjóvartunnilin og íbindingarvegirnar. Óvanliga fá ynskja at lesa føroyskt á setrinum í ár. Bert 16 umsóknir vóru til bachelorútbúgvingina og 5 umsóknir til masterútbúgvingina í føroyskum, tá umsóknarfreistin var úti 1. juli. Hetta eru nógv færri lesandi enn í 2011 og 2012 tá 28 umsøkjarar vóru til útbúgvingarnar í føroyskum. Vár í Ólavstovu, ph.d. í móðurmálsnámsfrøði og føroysktlærari heldur, at ein orsøk til lága umsøkjaratalið kann vera, at arbeiðsmøguleikarnir eru avmarkaðir. Sambært Norðlýsinum vísa tøl yvir innleggingar á Klaksvíkar sjúkrahúsi, at talið á sjúkilingum, sum koma aðra staðni frá enn úr Norðoyggjum, økist alsamt. Í 2003 lógu sjúklingar av bygd í 24 prosentum av songjarplássunum á Klaksvíkar sjúkrahúsi í 2011 var hesin parturin komin upp á 39 prosent. Í 2003 vóru 76 prosent av songjarplássunum upptikin av sjúklingum úr Norðoyggjum, meðan norðingar bert fyltu 61 prosnet av songjarplássunum í 2011 Frá 2003 til 2011 øktist talið á innleggingum á Klaskvíkar sjúkrahúsi úr 1523 upp í 1699 innleggingar also 176 fleiri innleggingar eftir átta árum. Teir fýra løgtingsgrannskoðararnir eru ikki blíðir, nú teir hava lisið frágreiðingina hjá landsgrannskoðaranum um almenna bygging og umbygging. Løgtingsgrannskoðararnir bóðu landsgrannskoðaran kanna nakrar byggiverkætlanir hjá landsstýrinum. Og løgtingsgrannskoðararnir átala hvassliga, at upplýsingar verða afturhildnar fyri løgtinginum, og at upplýsingar, sum eru lagdar fyri løgtingið, hava verið skeivar og villleiðandi. Landskassin hevur fyrstu seks mánaðirnar í ár fingið í alt 659 milliónir krónur í meirvirðisgjaldi av innflutningi. Tað vísir ein nýggj MVG uppgerð hjá TAKS. Sama tíðarskeið í fjør fekk landskassin 613 milliónir krónur. Sostatt eru inntøkurnar frá innflutnings meirvirðisgjaldi øktar 46 milliónir krónur sammett við fyrstu seks mánaðirnar í fjør. Út frá tølum í uppgerðini hjá taks bendir alt á, at føroyingar eru farnir at brúka meira pening uppá marglætisvørur. Talið er tað hægsta síðan 2008, áðrenn fíggjarkreppan rakti. Sunnast á høvdini á Húsagarði verður ein savnandi og eyðkendur bygningur settur, lágur í tveimum hæddum, men við útsýni í allar ættir. Skipanin av samlaðu ognini við atkomuvegi og grønum bilplássum geva eina heild við møguleika fyri øðrum virksemi á økinum norður ímóti Tjaldursvegnum. Bygningurin er rundur og eyðkendur, og skapið gevur nógv pláss innan í mun til útsíður og stutta frástøðu millum einstøku partarnar í bygninginum. Avgerandi partur av bygninginum er miðrúmið, sum er eitt torg Til at meta fakliga um innkomnu uppskotini hava arkitektarnir Osbjørn Jacobsen og Gunnar Hoydal luttikið sum ráðgevarar í tilgongdini saman við leiðslu bankans. Miða verður eftir, at projekteringin av bygninginum er liðug seinna hálvár í ár, soleiðis at byggiverkætlanin kann bjóðast út innan ársskifti. quot Tú hevur eitt annað menniskja, sum er tætt at tær, og sum tú hevur havt so nógv upplivilsir saman við bæði góð og ring. quot Flogferðin til Bermuda er nú komin gott og væl í helvt, og fyri lítlari løtu síðani setti flogfarið hjá Atlantsflogi seg á flogbreytina í Gander flogvøllinum í St. John at bunkra. Tað tekur ein knappan tíma, og ferðafólkini vera sitandi í flogfarinum, meðan brennievni verður fylt á. Hetta verður gjørt fyri at spara tíð. Sambært tølum hjá Vørn fiska átta línuskip av kvotuni. Kambur er í holt við sín triðja túr, Kvikk, Stapin, Váðasteinur og Venus hava gjørt tveir túrar í part, og Mascot, Sandshavið og Sigmund hava verið ein túr hvør. Eitt sindur seinkað, orsaka av mjørka, fór ferðalagið til Bermuda úr Vágum klokkan níggju í morgun. Fyrst varð flogið til Keflavíkar, har neyðugt var at býta um flogfar. Orsøkin var, at flogfarið sum kom úr Keypmannahavn, hevði neyðugu útgerðina til at flúgva til Bermunda. Úr Keflavík gekk leiðin til Gander floghavnina í Ný Foundlandi, har flogfarið tók brennievni, og so varð kósin sett ímóti Bermunda. Her er ein myndarøð frá drúgvu ferðini um Atlantshav. Mánadagin, doyðu í minsta lagi 50 mótmælisfólk í samanbrestum í Kairo, verður mett. Flestu teirra vóru islamistar, sum stuðlaðu Mursi og Muslimska Brøðralagið. Undrast yvir, hvar Mursi er staddur Myndugleikarnir hava handtikið fleiri leiðandi limir í Muslimska Brøðralagnum, teirra millum hægsta leiðaran, Mohamed Badie. Men spurningurin, sum heimssamfelagið og egyptar seta nú, er, hvar Mursi er. Frákoyrdi forsetin varð seinast sæddur hósdagin í farnu viku, tá hann helt eina røðu fyri viðhaldsfólki. Eftir tað varð hann handtikin, og ongin veit, hvaðar hann varð koyrdur. Tað einasta, sum er heilt víst, er at herurin hevur hann onkunstaðni. Í húsavarðhaldi Ein møguleiki er, at hann situr í húsavarðhaldi í høvuðssætinum hjá tjóðskaparliga lívverju og trygdarliðnum í Kairo. Tað var her, hann búði, dagarnar undan kvettinum, og tað var eisini higar, viðhaldsfólk leitaðu sær í ótespiligu samanbrestunum mánadagin. Hann kann ikki ferðast frítt, men hann verður væl viðfarin. Og sum tú kanska skilir, so er hetta eisini fyri hansara egna besta ndash fyri hansara egnu trygd, segði virkandi verjumálaráðharrin, Mohamed Camel Amr. Tað skrivar Aftenposten. Víkingur framdi onki minni enn eitt bragd, tá liðið vann dystin ímóti FC Inter Turku á útivølli í Finnlandi. Støðan gjørdist 1 0 til Víking. Víkingur lá fleiri ferðir fram við málinum hjá finska liðnum, og serliga Finnur Justinussen hevði møguleika at gera fleiri mál fyri Víking. Víkingur er nú víðari í Evropeisku fótbóltskappingini. Teir skulu leika í Rumenia í komandi viku. Mótstøðuliðið hjá Víkingi verður FC Petrolul Ploiesti. Verri gekst HB Hjá HB eynaðist ikki at spæla seg víðari í Evropa liguni. HB hevði vitjan av íslendska IB Vaff niðri á Tórsvølli. Tá bert ein minuttur restaði í, var HB samantaldur vinnari, men í evstu løtu ednaðist tað IB Vaff at fáa eitt brotspark og tað avgjørdi dystin. Framgongd í byggivinnuni Byggivinnan sigur seg at hava merkt framgongd síðsta árið. Vinnan væntar at hava arbeiði til fleiri fólk næsta árið. Handilsvinnan sigur frá øktum eftirspurningi og størri sølu og væntar eisini fleiri bíleggingar. Tænastuvinnan hevur framgongd og vaksandi eftirspurning, og har vænta fólk sum heild vaksandi eftirspurning. Og ídnaðurin og tilfeingisvinnunar, so sum fiskivinnan, hava fingið fleiri bíleggingar og vænta eisini fleiri bíleggingar og betri prísir næsta árið. Hægsta treystitalið síðan 2007 Treystitalið hjá vinnuni er nú tað hægsta síðani á sumri í 2007. Treystitalið gevur eina ábending um, hvussu brúkarar og vinna meta støðuna beint nú, gongdina seinastu 12 mánaðirnar og gongdina komandi 12 mánaðirnar. Húsarhaldini minni jalig Húsarhaldini eru eisini spurd. Heima við hús hjá fólki er bjartskygnið ikki so stórt sum á arbeiðsplássinum. Húsarhaldini vænta sum heild, at fíggjarstøðan og gongdin í búskapinum vera at kalla óbroytt næsta árið. Og fólk spara sær nakað av pengum saman. Vísitalið hjá húsarhaldunum er tað sama sum fyrst í árinum, tað er trý. Konjunkturbarometrið hjá Fíggjarmálaráðnum er, sambært Fíggjarmálaráðnum, best skipaða og mest umfatandi kanning av gongdini í føroyska búskapinum og útlitunum fyri búskapin. Í skrivinum sum Jóhan Dalsgaard hevur lagt á sína vangamynd á Facebook, verður sagt, at avgerðin at lata øðrum umsøkjara festið er tikin út frá eini heildarmeting av øllum innkomnum umsóknum. Dentur er lagdur á drúgvar og viðkomandi arbeiðsroyndir, og festarin, sum nú hevur fingið festið, er mettur hava drúgvastu og mest viðkomandi arbeiðsroyndir at festa í Fámará. Hvørki flogfarið úr Bergen ella Haugesund fingu sett seg í gjárkvøldið og í nátt. Fyrra flogfarid fór aftur til Bergen og tad seinna til Keypmannahavnar. Floglíkindini tykjast ikki fara at batna fyrr enn um middagsleitið, og tí verða væntandi fleiri seinkingar, verður sagt frá Atlantsflogi. Í toyminum, sum viðgjørdi umsóknirnar, vóru landbúnaðarráðgevin, Rolvur Djurhuus, og umsitingarleiðari á Búnaðarstovuni Andrass Holm Arge, teir eru føddir limir og teir báðir valdu so Hans Martin Andreasen, røktara á Búnaðarstovuni, afturat í toymið. Heildarmeting Heildarmetingin hjá toyminum er, at Jens Heri Jacobsen hevur drúgvastu og mest viðkomandi royndirnar at fáa festið. Jóhan Dalsgaard, sum býr í Famará, hevur fingið freist frá Búnaðarstovuni til mánadagin, 15.juli, at flyta haðani, so eingi fólk ella djór eru eftir í Famará. Tað ger Maria Damanaki, fiskivinnukommiserur, greitt í brævi, sum varð sent Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, í gjár, og sum Kringvarpið hevur fingið innlit í. Jacob Vestergaard hevur gjørt greitt, at tey 17 prosentini, sum Føroyar hava ásett sær í ár, verða grundarlag fyri samráðingum, sum Føroyar kunnu vera nøgdar við. Í stutta brævinum svarar Damanaki, at ES er sinnað at samráðast skjótast tilber. Føroyska sildakvotan í ár er 17 prosent av tí, sum fiskifrøðingar halda er ráðiligt at fiska í ár. Hini londini siga, at Føroyar eiga 5,2 prosent. Tað tekur annars 18 tímar at fáa svar upp á vatnroyndir, og royndir, sum vórðu tiknar fyrrapartin í gjár vísa, at drekkivatnið í báðum brunnunum í Klaksvík nú er reint. Endamálið við kanningunum er at lýsa plantuumhvørvið, sum var á Norðuratlantsmótinum fyri góðum 55 milliónum árum síðani, skrivar Jarðfeingi í tíðindabrævi. Roynt verður at greina, hvussu gróðurin mentist og spjaddist her um leiðir. Í hesum sambandi hava Føroyar ligið landafrøðiliga í eini lyklastøðu á eini ldquo landbrúgv millum Norðuramerika Grønland og Evropa, verður sagt í tíðindabrævinum. Saman við fólki av Jarðfeingi hava vísindafólkini hugt at kolalindini og millum basaltfláirnar í Suðuroy, Gásadali, Tindhólmi og Mykinesi. Millum annað hava tey vitjað nýggja kolanámið hjá hvalbingum í Prestfjalli. Steinrenningar í Mykinesi Í Mykinesi eru knapt tveyhundrað steinrenningar funnar í einum øki á 5 ferðmetrum. Talan er um træleivdir so sum bløð, nálir, greinar og konglar. Millum steinrenningarnar eru fleiri sløg av trøum, sum ikki hava verið skrásett í Føroyum fyrr. Leiðarin av verkætlanini, íslendingurin, Friðgeir Grímsson, letur væl at tí, sum er funnið higartil. Næsta stigi verður at leita eftir blómusáði pollen í leirmolum, sum fara at geva eina gjølligari mynd av gróðrinum og umhvørvinum sum heild her á leiðini tá í tíðini, og fer vónandi eisini varpa ljós á, hvussu gróðurin hevur ment seg og fjølgast millum heimspartarnar fram gjøgnum jarðfrøðiliga tíð. Steinrenningarnar eru avmyndaðar á Fornminnissavninum og eru í varðveitslu á Jarðfeingi. Komandi ár verða líknandi kanningar gjørdar í Diskofjørðinum í Vesturgrønlandi, og síðani verða tey fyrstu úrslitini frá kanningunum almannakunngjørd í vísindaligum tíðarritum. Góð fýra ár eftir, at lógin kom í gildi, og tvær vikur, áðrenn lógin um Eysturoyartunnilin fer í løgtingið, er tunnilsbólkurin, sum er settur at viðgera Suðurleiðina, kallaður á fund mánadagin at viðgera partafelagið Sandoyartunnilin. Løgtingið samtykti á vári í 2009, at landsstýrismaðurin í innlendismálum kann stovna partafelag at gera og reka tunnil millum Streymoynna og Sandoynna. Landið skal einsamalt eiga partafelagið. Annika Olsen, sum tá var landsstýriskvinna í innlendismálum, átti lógarupskotið. Samstundis sum lógin um P f Sandoyartunnilin kom í gildi fór lógin frá 2007 um farleið millum Streymoy, Sandoy og Suðuroy, fyrsta byggistig, úr gildi. Hóast lógin um P f Sandoyartunnilin kom í gildi síðst í mai í 2009, er einki partafelag komið enn. Umboð fyri allar flokkar Samgonguskjalið hjá sitandi samgongu sigur, at í seinasta lagi 1. apríl í fjør skuldi ein politiskur fylgibólkur koma við tilmæli um Sandoyartunnilin. Men tann bólkurin, ella ein bólkur at viðgera alla Suðurleiðina, ikki bara Sandoynna, varð ikki settur fyrr enn í vár, tá løgmaður bað um at fáa bólkin settan. Bólkurin er ikki liðugur enn. Fimm milliónir eru settar av til Sandoyartunnilin í 2015 í langtíðarløguætlanini hjá landsstýrinum. Tað hevur ikki eydnast útvarpinum at fáa orð á Kára P. Højgaard, landsstýrismann, í dag. Tvær tær fyrstu kanningarnar staðfestu, at blámusoppur var á politistøðini. Eftir at hølini vóru vaskað, vórðu nýggjar royndir tiknar av veggum, gólvum og gólvkonstruktiónini umframt av luftini og ventilatiónini. Men hesar royndirnar staðfesta altso, at blámusoppur framvegis er í nøkrum hølum. Fyrradagin var fundur millum politiið í Føroyum, Bygningsstyrelsen, sum leigar hølini, og útleigaran, sum eigur hølini, um úrslitini av kanningini og um hvat nú skal gerast. Haldis Poulsen fyrisitingarstjóri hjá Politiinum í Føroyum sigur, at politiið nú fer at gjøgnumganga kanningarnar nærri og tilmælini um, hvat kann gerast, og at tey samráðast við útleigaran um at finna eina loysn. Hon kann tí ikki siga enn, um talan verður um umvælingar, ella um talan møguliga kann verða um at leiga onnur høli. Haldis Poulsen leggur afturat, at støðan ikki er ikki álvarsom, men at nógv starvsfólk kenna ampa, sum kann stava frá blámusoppi. Tí er tað sera týdningarmikið at finna eina loysn skjótast gjørligt, sigur fyrisitingarstjórin. Politiið flutti annars úr hølunum í Jónas Broncksgøtu til hølini Yviri við Strond fyrst í 2011, tí at blámusoppur var staðfestur í hølunum í Jónas Broncksgøtu. Boban er serbi, og tað hava leingi verið trupulleikar við at fáa hansara loyvið upp á pláss. Tað er framvegis ikki komið upp á pláss, men í føroysku landsliðsleguni verður vóna, at tað fer at eydnast. Margit Joensen, sum er mest royndi leikarin á føroyska landsliðnum, sigur við Kringvarpið, at tey vóna enn at fáa Boban Ilic til Bermuda. Rækjutrolarin Ólavur Nolsøe, sum varð keyptur til Fuglafjarðar fyrr í summar og kom undir føroyskt flagg 28.juni, fór sín fyrsta túr í gjárkvøldið. Smápartafelagið JNO eigur trolaran, sum er keyptur úr Íslandi, har hann hevði navnið Rex. Hann er bygdur í Norra í 1986. Ólavur Nolsøe kann fiska rækjur í altjóða sjógvi og við Svalbard. Hann hevur fyribils rækjuloyvi, avmarkað til árið 2013. Men tað er tó ikki eftir rækjum, at hann fór út í gjárkvøldið. Sambært Netavísin.fo er Ólavur Nolsøe farin at taka móti makreli í føroyskum sjógvi. Hann hevur fingið loyvi frá Fiskimálaráðnum at virka sum móttøkuskip. Nú eru aftur seks rækjutrolarar í føroyska flotanum. Sermilik II hevur eisini avmarkað fiskiloyvi, sum er galdandi hetta árið. Hinir rækjutrolararnir eru Havborg, Arctic Viking, Varðborg og Akraberg. Hetta flogfarið hevur ikki High Frequency Radio HF tí varð neyðugt at skifta flogfar í Keflavík, tað sigur Kári í Haraldsstovu, flogskipari á airbussinum til Bermuda Mjørkin gjørdi, at tað varð neyðugt at skifta flogfar í Keflavík. Upprunaliga skuldi flogfarið, sum kom tíðliga úr Keypmannahavn, flúgva til Bermuda, men av tí at tað ikki fekk lent fyri mjørka, varð neyðugt at finna aðra loysn. Ein airbussur stóð í Vágum. Hann skuldi fara við ferðafólki til Keypmannahavnar, men tey máttu bíða, tí avrátt varð, at tey ferðandi til Bermuda skuldu flúgvast við tí flogfarinum til Keflavíkar, har býtt var um flogfør. Tískil noyddust tey ferðandi til keypmannahavnar at bíða í Vágum, og tey sum komu úr Keypmannahavn at bíða í Keflavík. Úr Keflavík varð flogið eftir ætlan, fyrst til Gander í Ný Foundlandi og víðari til Bermuda. Umframt at hava hetta tólið, High Frequency Radio HF , hevði flogfarið, Airbussurin RC7264 eisini tey neyðugu loyvini at flúgva, fyrst til Kanada og síðani til Bermuda. Flogskipari var Kári í Haraldsstovu og stýrmaður var Hans Petersen Hoyr samrøðuna við flogskiparan Kára í Haraldsstovu. Petur Elias Petersen, ÍSF forseti, stríddist til seint í gjárkvøldið at skipa alt tað praktiska, og fáa øll tey ferðandi upp á pláss í Bermuda. Tað var trupult, at fáa øll tey 140 ítróttarfólkini og ferðandi upp á pláss í gjárkvøldið í Bermuda. Sjálvt um umboð frá SF høvdu verið á hvørjum hotelli og kunna tey um tey ferðandi, sum vóru á veg úr Føroyum, so var alt ikki klárt tá ítróttarfólkini komu. Hjá fleiri var bland komið í nøvnini. Hetta gjørdi, at onkur mátti bíða í fleiri tímar eftir, at eitt kamar varð tókt. Umstøðurnar hjá flogbóltinum vóru heldur ikki so góður, sum tey høvdu ynskt sær. Eg havi sovið millum lítið og onki í nátt, sigur Petur Elias Petersen, ÍSF forseti Hoyr samrøðu við Petur Elias Petersen Tað vísir nýggj MVG uppgerð hjá TAKS. Sama tíðarskeið í fjør fekk landskassin 613 milliónir krónur. Sostatt eru inntøkurnar frá innflutnings meirvirðisgjaldi øktar 46 milliónir krónur. Leggja vit øll umsetningsgjøldini saman, hevur landskassin fingið 109 milliónir krónur inn higartil í ár. Tað eru 12 millionir fleiri enn somu tíð í fjør. Umsetningsgjøldini eru brennioljugjald, framleiðslugjald, skrásetingargjald og ferðaavgjald. Út frá tølum í uppgerðini hjá Taks, bendir alt á, at føroyingar eru farnir at brúka meira pening upp á marglætisvørur. Talið er tað hægsta síðani 2008, tá fíggjarkreppan rakti. Nógvi hitin og slavna luftin ger, at føroyingarnir í Bermuda mugu minnast til at drekka nógv vatn. Vanlig fólk skulu drekka einar 3 4 litrar um dagin, meðan tey íðkandi mugu drekka upp í 8 litrar av vætu um dagin, sigur Sølvi Winther Olsen. Hitin í Bermuda liggur um tey 30 stigini og vætan í lutin eru um 75 . Hetta ger, at tað kennist heitari. Um landið fer at líkjast gomlum, beiskum te, so skal man drekka vatn alt fyri eitt, sigur læknin, Sølvi Winther Olsen, sum eisini leggur afturat, at man eisini kann drekka annað enn vatn, eitt nú øl. Tveir ungir tvørámenn, Helgi Eidesgaard og Rasmus Nolsøe, sum báðir búgva uttanlands, fara nú undir arbeiði, sum skal fáa ung av Tvøroyri at flyta heimaftur eftir loknan lestur. Næsta stigið verður at gera eina kanning, sum skal lýsa liviumstøðurnar á Tvøroyri og ikki minst, hvat kommunan kundi gjørt betri. Kunngerðin heimilar at løggilda vatnverkini, og í hesi tilgongd skal vatnveitarin tað er kommunan lýsa viðurskiftini í sambandi við vatnveitingina. Hóast kunngerðin um drekkivatn verður sett í gildi, kunnu óhapp henda, sum gera, at tað verður neyðugt hjá borgarum at kóka drekkivatnið. Sum er brúkar Heilsufrøðiliga starvsstovan brúkar matvørulógina, tá kommunur hava skitið vatn. Sambært lógini skulu kommunurnar beinan vegin kunna borgararnar, um vatnið er skitið. Men Heilsufrøðiliga starvsstovanhevur onga heimild at áleggja kommununi at gera ábøtur á vatnskipanina. Skitið vatn ávirkar bæði borgaran og vinnulívið. Arbeiðið at gera kunngerðina til byrjaði í 2005. Hon hevur verið til hoyringar, og hoyringarfundir hava verið. Síðani í fjør heyst hevur hon verið klár at seta í gildi. Vit senda krimisøguna Brennivargurin . Bókin er ein skemtilig og spennandi krimisøga, sum Jógvan Isaksen hevur skrivað. Kúllarnir Kári og Rói ganga í 6.D í Kommunuskúlanum. Tað er ikki frítt fyri, at teimum dámar at arga lærarnar og ikki altíð við mykindum. Men teir fáa álvarsligari trupulleikar at takast við, tá ið teir saman við vinfólkunum Magnusi og Beintu seta sær fyri at fanga ein brennivarg, sum herjar í Havnini. Páll Daneilsen lesur. Arbeiðið at fáa grót til ífyllingina av kaihylinum, og at gera djúphavn á Tvøroyri er byrjað. Grótið verður tikið úr gamla grótbrotinum á Tvøroyri. Í løtuni verður grivið omanav úteftir, og tá tað er gjørt, verður borað og sprongt. Nýggja djúphavnin á Tvøroyri, sum skal gerast frá vestara enda av ytstu frystigoymsluni hjá Varðanum Pelagic, vestur til endan av gomlu bryggjunii, verður 180 metrar long og 25 metrar breið. Umframt at gera nýggja djúphavn, skal partur av kaihylinum fyllast út til arbeiðsøki hjá Varðanum Pelagic. Til hetta arbeiði skulu brúkast góð 110.000 tons av gróti. 285.000 tons av gróti kunnu takast í grótbrotinum. Í fyrsta umfari verður tikið eitt sindur meiri enn tey 110.000 tonsini, sum skulu brúkast á havnarlagnum. Neyðugt er við meiri gróti til verkætlanina hjá Faroe Farming við bátahylin í Trongisvági enn tí, sum frammanundan er tikið oman fyri kirkjugarðin. 100 fleiri næmingar fleiri verða í Hoydølum eftir summarfrítíðina, men pláss er ikki fyri teimum í Hoydølum. Tí hevur Mentamálaráðið gjørt av at byggja tríggjar skúlastovur í Vinnuháskúlanum undir Krákugjógv aftrat. Landsverk skal standa fyri umbyggingararbeiðnum. Mikkjal Helmsdal, rektari í Hoydølum, segði annars í samrøðu við útvarpið í juni, at hann helt hesa loysnina verða sera óhøgliga bæði fyri lærarar og næmingar. Hann heldur, at besta loysnin hevði verið at bygt fleiri fyriblishølir í Hoydølum. Parkeringarviðurskiftini eru sera vánalig í Hoydølum, at tað ger tað trupult hjá lærarum og næmingum at koma til tímarnar til ásetta tíð. Tí væntar hann, at henda loysnin eisini at órógva undirvísingina. Fráfrandi rektarin væntari eisini, at næmingatalið fer at hækka næstu árini, og so verður kanska tørvur á enn fleiri hølum næsta ár. Mikkjal Helmsdal vísir á, at Marknagilsdepilin verður ikki liðugur fyrr enn í 2016, og tí átti ein varandi loysn at verið funnin. Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum, sigur, at hækkar næmingatalið næsta ár, og tørvur verður á fleiri skúlastovum, má ein loysn finnast tá. Hann sigur, at fleiri fyribilshøli verða ikki bygd, men ætlanin er nýta høli, sum eru tøk hjá Mentamálaráðnum. Byggifundur um Salt verkætlanina verður fyrrapartin mánadagin, skrivar Suðuroyarportalurin. Støða skal takast til samráðingar við byggifyritøku, sum er sinnað at gera arbeiðið. Tað upplýsti Ólavur Rasmussen, stigtakari til Salt verkætlanina, í SALT hølunum hjá Suðuroyar Sparikassa á Tvøroyri mentanarnáttina. Tá tilboðini upp á mentanarhúsið vórðu latin upp á øðrum sinni, vísti tað seg, at eingin tá hevði boðið upp á stóru arbeiðini í SALT verkætlanini. Tí varð gjørt av at royna annan leist, og í hesum sambandi verður byggifundur mánadagin, har støða skal takast til samráðingar við áhugaða byggifyritøku, upplýsti Ólavur Rasmussen. Ólavur Rasmussen varð eisini spurdur, hvussu er við rakstrinum av einum tílíkum mentanarhúsi. Til hetta svaraði hann, at raksturin varð tryggjaður, tá peningurin varð játtaður til verkætlanina, skrivar Suðuroyarportalurin. Tey fimm, sum umboða Føroyar í golf á Oyggjaleikunum, gleða seg at sleppa í gongd við kappingina mánamorgunin. Kappingin fer fram á Port Royal Golf Course norðast í Bermuda, har kendar stjørnur sum Tiger Woods og onnur javnan kappast. Í dag kemur seinasti leikarin, Finngerð Sólbjørg Clark, til Bermuda. Hon býr í Suðurafrika. Teir fýra menninir komu hósdagin og hava síðani vant á einari golfbreyt her. Vit eru til reiðar og sera spent at sleppa í gongd, søgdu Rói Christiansen, Terje Michelsen og Janus Norberg, sum vit hittu á golfbreytini í gjár. Jógvan Martin L. Jespersen var tá á einari aðrari breyt fyri at royna onkur serlig golfsløg. Føroyar hava ongantíð vunnið heiðursmerki í golf á Oyggjaleikunum. Besta úrslitið hevur verið nummar 16 av 22, og tað halda tey eru avbera gott, tá hugsað verður um, at vit onga veruliga golfbreyt hava í Føroyum enn. Margit Joensen ber Merkið tá oyggjaleikirnir verða settir í kvøld. sum verður á National Sport Centre á Bermuda. Margit hevur tikið lut á ikki færr enn 8 leikum 1995, 1999, 2001, 2003, 2005, 2007, 2011 og 2013 Vatnberari verður fimleikarin, Aron Jacobsen. Hann er yngsti føroyski luttakarin. Stríðið millum Danmark, Føroyar og ES um sildina er nú eisini á breddanum í donskum fjølmiðlum. quot Norðurlendskt tríkantsklandur quot er heiti á forsíðugrein í Weekendavisen hesa vikuna. Heini í Skorini, stjórnmálafrøðingur hevur skrivað greinina. ES og Danmark eru í øðini um, at Føroyar hava trífaldað sína sildakvotu, og nú ES hóttir við at seta handilsforðingar í verk móti Føroyum frá 1. august, kann Danmark enda í eini sera torførari tvístøðu um, hvat hevur størst týdning ES ella ríkisfelagsskapurin. Í ringasta føri kann tað henda, at føroyskir trolarar fyri fyrstu ferð í søguni hjá ríkisfelagsskapinum ikki sleppa at leggja at í donskum havnum, eitt nú Esbjerg, Hirtshals og Hanstholm. Og júst í hesum býunum hava føroysk skip havt stóran fíggjarligan týdning. Hetta er eitt álvarsmál fyri ríkisfelagsskapin, heldur Uffe Østerg rd, professari í stjórnmálafrøði á Copenhagen Business School. Hann sigur, at tríðið vísir betur enn nakrantíð, at tað ikki er hald í at síggja Danmark sum ein eindarstat undir grundlógini. Í hesum stríðnum sita partarnir hvør sínumegin samráðingarborðið, vísir Uffe Østerg rd á. Professarin minnist einki annað mál, har mótsagnirnar í ríkisfelagsskapinum hava verið sjónligari, skrivar Heini í Skorini í greinini í Weekendavisen. Á Bermuda Highschool í Hamilton, Bermuda, eru venjingarnar hjá badmintonspælarunum í hæddini. Fyrsta dagin tóku tey sær av løttum, men síðani hava tey vant miðvíst í nógva hitanum í høllini á Bermuda Highschool. Ongin luftkøling er í høllini, og tískil er hitin ein avbjóðing. Kappingarnar í badminton byrja sunnudagin, tá er liðkappingin á skránni. Her er ein myndarøð frá venjingini hjá badmintonspælarunum. Av trygdarávum verður nú kannað, um best hevði verið at stongt føðideildina á Suðuroyar sjúkrahúsi, og heldur latið allar føðingar verið á Landssjúkrahúsinum í Havn. Landsstýrismaðurin í heilsumálum skal hoyra allar partar í málinum, millum annað sjúkrahúsleiðslu, læknar og ljósmøður, áðrenn hann tekur støðu til, hvørja lagnu føðideildin á Suðuroyar sjúkrahúsi fær. Karsten Hansen leggur dent á, at skuldi tað hent, at allar kvinnur í Suðuroynni noyðast til Havnar at eiga, so hevur tað einki við sparingar at gera. Men í 10 ár hava Føroyar ikki verið í einum tennisdysti á Oyggjaleikunum. Hesaferð fara fimm væl upplagdir mans at umboða land okkara. Teir hava hesar seinastu tveir dagarnar fyrireikað seg á tennisvøllinum í Hamilton, har teir í morgin hitta Minorka í fyrsta dystinum fyri lið. Golfleikararnir fyrireika seg norðast á oyggjunum, har teir eisini búgva. Tað er bara undir venjing, at Janus Norðberg og hinir leikararnir hava loyvi at koyra millum tey 18 holini. Vit senda krimisøguna Brennivargurin . Bókin er ein skemtilig og spennandi krimisøga, sum Jógvan Isaksen hevur skrivað. Kúllarnir Kári og Rói ganga í 6.D í Kommunuskúlanum. Tað er ikki frítt fyri, at teimum dámar at arga lærarnar og ikki altíð við mykindum. Men teir fáa álvarsligari trupulleikar at takast við, tá ið teir saman við vinfólkunum Magnusi og Beintu seta sær fyri at fanga ein brennivarg, sum herjar í Havnini. Páll Daneilsen lesur. Nýggjasta fráboðanin frá familjuni er, at sjúkuviðgerðin hevur verið góð, og støðan er betri nú, enn hon var fyri viku síðani. Nelson Mandela hevur verið innlagdur við lungnabruna síðan 8. juni. Støðan hevur verið álvarslig, men nú tykist sum, at støðan er batnað nakað. Nú hósdagin, tann 18. juli, verður fyrrverandi forsetin 95 ár, og suðurafrikanska stjórnin fyrireikar nú, hvussu dagurin skal hátíðarhaldast. Dagurin 18. juli er nú eisini soróptur altjóða Mandela dagur. Dagurin skal minna okkum á stóra týdningin, sum forsetin hevur havt fyri samfelagið, og samstundis mæla fólki til at elta slóð hansara. Nelson Mandela sat fongslaður í 27 ár fyri at hava stríðst ímóti apartheid. Hann varð leyslatin í 1990. Trý ár seinni, í 1993, fekk hann Nobel friðarheiðurslønina, og árið eftir var hann valdur sum forseti í Suðurafrika, eitt starv hann røkti í fimm ár. Oyggjaleikirnir 2013 eru nú settir, og her er ein videosamandráttur frá setanini á Tjóðarleikvøllinum í høvuðsstaðnum Hamilton. Flogbóltsspælarin Margit Joensen gekk á odda fyri føroyingarnar við Merkinum. Tað var tíðliga í morgun, at ein 18 ára gamal maður fór buldrandi inn í eini hús í Norðdepli og stakk eina gentu og ein drong við knívi. Tá tey bæði fóru rennandi inn í eini hús í grannalagnum, kom maðurin aftaná og stakk bæði mannin og konuna, sum búðu har. Øll fýra fólkini vóru flutt á Klaksvíkar Sjúkrahús, og sambært løgregluni eru tey ikki í lívsvanda. Maðurin, sum framdi álopið, er handtikin. Enn veit løgreglan ikki, um handtikni maðurin kennir fólkini, sum hann hevur stungið. Tey fýra fólkini eru í familju. Meira um hetta málið í útvarpstíðindunum klokkan 14.00. Í morgun vóru føroysku súkklarnarnir á 110 kilometrar road race súkklukapping í Hamilton í Bermuda. Og føroyingarnir stóðu seg væl. Torkil Veyhe fekk eitt silvurmerki og tað vóru súkklarnir sera fegnir um. Jóannis Albert Nielsen var óheppin, tí tá ið hann hevði 33 kilometrar eftir at súkla, punkteraði hann. Hetta legði eyka trýst á hinar súkklararnar, men hóast hetta, so virkaði taktikkurin hjá føroyingum, og tað eydnaðist kortini Torkili at fáa eitt heiðursmerki. Teir fýra sum kappaðust á 110 kilometrum hjá monnum vóru, Torkil Veyhe, Jóannis Albert Nielsen, Bogi Kristiansen og Gunnar Dahl Olsen. Súsanna Skylv Sørensen súkklaði eisini í morgun. Hon kappaðist um 70 km road race fyri kvinnur. Hjá Súsonnu gekk ikki eins væl, sum hjá monnunum. Hon stóð seg væl í byrjanini, lá í oddinum, men tá ið umleið 10 km vóru eftir, fóru hinar at spurta, og Súsanna endaði millum tær aftastu. Her er ein myndarøð frá kappingini á landavegi í morgun. Eg setti mær sum mál at vinna gull, men tá tað ikki gekk, eri eg kortini væl nøgdur við silvur, segði ein fegin Gudmundur Joensen, tá hann var komin á mál. Triathlon er ein tann mest krevjandi ítróttagreinin á Oyggjaleikum. Fyrst svumu teir 1500 metrar, súkklaðu síðani 40 kilometrar og runnu 20 kilometrar. Orknoyggjar vunnu sannførandi gullið hjá monnum, og bronsunda fekk Hetland. Sostatt vóru tað umboð úr nøkrum av teimum kaldastu londunum á Oyggjaleikunum, sum vunnu hesa krevjandi ítróttagrein á Oyggjaleikunum. Ein annar føroyingur var eisini við í kappingini hjá monnum. Tað var David Arge Klevang Pedersen, sum gjørdis nummar 25 av 48 monnum. Hann var væl nøgdur, tí hann hevur bara vant triathlon í fýra ár. Tað var ongantíð nakar ivi um, hvar sigurin fór. Føroysku kvinnurnar vóru munandi sterkari enn tær Grønlandi, sum annars hava givið Føroyum mótstøðu á øðrum Oyggjaleikum. Karina Debes segði aftan á dystin, at hon var sera nøgd við føroyska avrikið. Hon fegnaðist um tað góða spælið, tí undan dystinum høvdu tær fitt av nervum. Vit høvdu eina venjing í gjár har als einki riggaði. Tí er tað fantastiskt, at alt riggar tá tað skal rigga, segði Karina Debes aftan á dystin. Teir fimm, sum skulu umboða Føroyar í fjallasúkkling á Oyggjaleikunum, hava hesar seinastu dagarnar verið nógv á súkkluni fyri at venja seg við umstøðurnar í nógva hitanum í Bermuda. Og tað er sanniliga vakurt, har teir súkkla. Fimm mans umboða Føroyar í fjallasúkkling. Teir eru Jógvan D. Højgaard, Bogi Kristiansen, Helgi Winter Olsen, Sigmund Olsson og Høgni Rúnason Øster, og teir sleppa at súkkla mánadagin. Her er ein myndarøð frá venjingini hjá fjallasúkklarunum, sum súklarin Helgi W. Olsen hevur tikið. Fleiri myndir frá Helgu kunnu síggjast her. Øssur Debes Eiriksfoss, Olivur Debes Eiriksfoss, Jóni Christiansen og Bogi Berg tryggjaðu Føroyum gullmerki í liðkappingini í fimleiki hjá monnum. Kappast varð í tveimum greinum, í lopum og á gólvinum. Harðasti kappingarneytin hjá Føroyum var Isle of Man, og tað var eisini tætt millum hesi bæði liðini, men tá samanumkom var avrikið hjá føroyingunum meira sannførandi, og teir endaðu á ovasta skamlinum. Hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at føroysku mannfólkini vinna gull í liðkappingini í fimleiki á Oyggjaleikum. Fimleikarkvinnurnar vunnu bronsu í sínari liðkapping. Bermuda er ein oyggj við nógvum strondum, og tær verða dúgliga vitjaðar. Her er eitt lítið brot, har til ber at síggja ein part um strandarumstøðunum í oynni. Froskmenn og fólk á landi leita í løtuni eftir knívinum, sum ein 18 ára gamal maður skal hava brúkt at stungið fólk við sunnumorgunin. Hendingin fór fram í Norðdepli í morgun. Maðurin fór inn í eini hús. Har stakk hann ein mann við knívi meira enn 17 ferðir ymsastaðni á kroppinum, millum annað í búkin og nakkan. Ein kvinna, sum eisini búði í húsinum, varð eisini stungin eina ferð í nakkan og eina ferð í búkin. Flýddu Maðurin og kvinnan flýddu undan manninum inn í eini grannahús. 18 ára gamli maðurin elti tey og fór inn í húsini og upp á loft. Har komu maðurin og konan, sum búðu í húsunum, í móti honum. 18 ára gamli maðurin stakk mannin í minsta lagi 2 ferðir í búkin, og kvinnuna í minsta lagi eina ferð í búkin. Øll fingu so mikið álvarsligar løstir, at tey vórðu flutt á sjúkrahús til viðgerðar. Varðhaldsfongslaður Maðurin skal sita varðhaldsfongslaður fyribils til 9. august. Hann skal persónskannast og mentalkannast. Løgreglan hevur eisin fingið loyvið at gera húsarannsókn í kamarinum heima hjá 18 ára gamla manninum. Vandi fyri samsvarandi lógarbroti Grundgevingin hjá dómaranum at varðhaldsfongsla mannin er, at vandi er fyri, at maðurin ger líknandi lógarbrot aftur at løgreglan enn ikki hevur funnið vápnið, og at tey, sum fingu skaða, kunnu møta honum aftur, og tað kann fáa tey at broyta frágreiðing, segði dómarin. Fjølmiðlarnir hava fingið referatforboð, og tí ber ikki til at endurgeva nakað av tí, sum kom fram í rættinum burtur sæð frá sjálvari skuldsetingini. Serføroysku rossini eru egin rasa og er ikki blandað ella í ætt við onnur rossasløg. Fyri 200 árum síðani vóru heili 800 serføroysk ross, men talið er minkað støðugt síðani, og nú eru bara 68 eftir. Men vit skulu hava fleiri serføroysk ross. Á fýra plássum kring landið tað er í Norðragøtu, Syðrugøtu, Signabø og á Kambsdali skal kærleikin millum rossini blóma undir neyvum fakligum eftirliti, sigur Felagið Føroysk Ross. Verkætlanin snýr seg um eina skipaða og miðvísa aling av føroyska rossinum, sum skal skunda undir nøringina og vøksturin av stovninum, sigur Hans Petersen, sum samskipar verkætlanina. Við útsagnum, sum at Santa Pætur hevur onga bankakontu hevur pávin sett kósina, skrivar Vanity Fair Italia millum annað. Og blaðið heldur, at kollveltingin hjá pávanum endar ikki her. Seyðaluktur Vanity Fair byrjar greinina við at vísa á røðu pávans hin 28. mars í ár. Har mælti hann prestunum at vera hirðar hjá seyðinum við at merkja seyðaluktin. Frans pávi er føddur í Argentina, og er fyrsti pávin, sum kemur úr Jesuitalagnum. Nýggi pávin hevur higartil lagt stóran dent á at tala søkina hjá fátækum og teimum, sum eru illa fyri. Hetta hevur hann millum annað víst við koyra buss í staðin fyri marglætisbil. Og hann velur at búgva á bíligum hotellum í staðin fyri at búgva í marglætis pávabústaðunum. Elton John Ein teirra, ið úttalar seg í Vanity Fair, er tónleikarin, Elton John. Hann nevnir Frans páva sum eitt kraftaverk, eitt undur av eyðmjúkleika í eini sjálvsøknari tíð. Tað fyrikemur mær, at pávin ynskir at leiða kirkjuna aftur til gomlu virðini hjá Jesusi, og samstundis leiða kirkjuna inn í hesa øldina, sigur hann sambært bretska blaðnum, The Telegraph. Tá ið argentinarin, Jorge Mario Bergoglio, varð valdur pávi í mars, valdi hann navnið Frans, og hann vísti millum annað til Frans av Assisi sum eina orsøk til navnið. Tað er ikki í sálargranskingini og áhaldandi staranini inneftir, at vit møta Harranum. Vit noyðast út hagar, líðing er, har blóðbaðini eru, har blind leingjast eftir at síggja, og til fangar, sum liva undir ov nógvum óndum harrum, segði Frans pávi millum annað. Gudmundur Joensen vann fyrsta heiðursmerkið fyri Føroyar. Tað hendi í morgun, tá hann vann silvur í triathlon. Torkil Veyhe vann eisini silvur í dag í súkklukappingini. Russar standa eisini einsamallir í makrelstríðnum, men eingin mutar teimum ímóti. Tað er stórur munur á politikkinum, sum ES førir mótvegis Russlandi og so okkum og Føroyum, sigur hann við íslendska IFIM. Vit eru ein ábyrgdarfull fiskivinnutjóð, men vit fiska minni, enn vit hava rætt til, sigur hann við blaðið. Í juni segði Sigurdur Ingi Jóhannson, at íslendingar kanna nú, um Ísland kann geva ES sama svar sum føroyingar hava gjørt í sildatrætuni, nú ES hevur ávarað Ísland um handilsforðingar, tí Ísland fiskar meira makrel, enn ES heldur vera ráðiligt. 1. Fípan Fagra 05 05.09 2. Drekin 05 05.13 3. Royndin Fríða 05 06.14 4. Jallurin 05 09.20 5. Ternan 05 12.18 6. Blikur 05 18.20 7. Sílið 05 28.16 Og frá 1.mai í 2015 sleppur eingin at drepa grindahval uttan fyrst at hava verið á skeiði og lært tað. Sýslumenn skulu skipa fyri skeiði um grindareiðskap, drápshátt, deyðseyðkenni hjá hvalinum og um galdandi lóggávu um grindadráp. Sýslumaðurin letur teimum, sum hava verið á skeiðinum, prógv. Grindamenn kunnu verða kravdir at vísa prógvið, áðrenn teir sleppa at drepa hval. Tað er ein av nógvum broytingum í nýggju grindareglugerðini, sum nú er lýst og komin í gildi. Mønustingarin er nú góðkendur sum grindareiðskapur. Og frá 1.mai 2015 er bara loyvt at gera mønustingin við mønustingara. Hvalvág mist góðkenning Onnur hvalvágin í Vestmanna er strikað. Sandavágur og Tjørnuvík, sum vóru fyribils góðkendar hvalvágir, eru vorðnar góðkendar hvalvágir í nýggju grindakunngerðini. Men fyribils góðkenda hvalvágin í Vestmanna, sum er Inni á Fjørð, út fyri Heljareyga, verður ikki mett hóskandi sum hvalvág. Hon er tí ikki longur góðkend. Men vestmenningar varðveita hvalvágna á Fitjasandi. Uppskotið kom í løgtingið fyrst í mars. Men tað kom ikki aftur úr Trivnaðarnevndini, áðrenn tingið fór í summarfrí. Men uppskotið kemur afturíaftur á ólavsøku. Almannamálaráðið hevur sent tað til hoyringar. Ætlanin er framvegis, at nýggjársdag næsta ár fáa børn og ung í Føroyum sín egna umboðsmann og sítt egna ráð. Barnaumboðið og Barnaráðið skulu røkja áhugamálini hjá øllum, sum eru yngri enn 18 ár, og hjá 18 ára gomlum ella eldri, sum eru undir barnaverndarlógini. Sambært einari ST frágreiðing frá 2011 ber til at betra rættartrygdina og rættindini hjá børnum og ungum í Føroyum. Á ólavsøku fer Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, at biðja løgtingið flyta eina millión frá játtanini til at fyrireika Eysturoyartunnilin til nýggja partafelagið, Sandoyartunnilin. Tekur tingið undir við tí, fer Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, at stovna Partafelagið Sandoyartunnilin. Tað sigur hann við Útvarpið í dag. Nú eru góð fýra ár síðani, at løgtingið samtykti á vári í 2009, at landsstýrismaðurin í innlendismálum kann stovna partafelag at gera og reka tunnil millum Streymoynna og Sandoynna. Landið skal einsamalt eiga partafelagið. Politiski fylgibólkurin, sum varð settur fyrr í ár at viðgera alla Suðurleiðina, skuldi hava fund um P f Sandoyartunnilin í dag. Men fundurin er avlýstur, tí ikki lá fyri hjá øllum at koma á fund. Jacob Vestergaard er landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Hann sigur við Útvarpið, at hølisviðurskiftini Yviri við Strond er betur egnað til virksemi, umframt at húsaleigan er minni. Landsstýrismaðurin dugir ikki at siga í tølum júst nú, hvussu stór sparingin verður. Bygningurin í Bókbindaragøtu, har Fiskimálaráðið hevur hildið til, var leigaður frá Eik Banka. Útvarpið fer nú at senda tríggjar sendingar, sum serliga snúgva seg um bjørgini í Skúvoy. Farið verður runt um Skúvoynna við skúvoyinginum Kjartani Hentze. Kjartan Hentze greiðir mest frá fugli, bjørgum og bjargaferðum, sum altíð høvdu stóran týdning fyri skúvoyingar. Niels Juel Arge gjørdi sendingarnar í 1975. bull 13 Føroyskt bull 16 Orku og umhvørvisverkfrøði bull 38 Lærara bull 38 Námsfrøði bull 22 Sjúkrarøktarfrøði bull 32 Sosialvísindi og samfelagsplanlegging samfelagsvísindi bull 20 Politikkur og umsiting samfelagsvísindi bull 18 Smátjóðir og altjóðagerð søguvísindi bull 28 Master í løgfrøði bull 4 Master í føroyskum bull 45 Master í vegleiðing Í ár varð afturat BA lestri eisini boðin út MA lestur Eftir summarfrítíðina byrja 197 nýggj lesandi sín BA lestur, meðan 77 fara undir MA lestur. Øll fáa skrivlig boð um sína støðu, og kunnað verður um hvar tey standa á biðilista. Brævbjálvarnir verða sendir umsøkjarunum við posti mánamorgunin 15. juli, boðar Fróðskaparsetrið frá í tíðindabrævi. Byrjanin upp á oyggjaleikirnar hjá føroysku flogbóltskvinnunum er tann besta, sum tær kundu ynskt sær. Tær hava júst vunnið 3 0 á Guernsey. Settúrslitini vóru 25 8, 25 16 og 25 13, og sum settúrslitini vísa, so bukaðu føroysku kvinnurnar Guernsey av. Sostatt hava føroysku flogbóltskvinnurnar vunnið báðar sínar fyrstu dystir 3 0. Í gjár vunnu tær á Grønlandi. Í morgin skulu Føroyar spæla móti Álandi, sum verður mett at vera torførasta mótstøðuliðið í bólkinum. Sunnudagurin var fyrsti dagur á oyggjaleikunum 2013 í Bermuda. Føroyska úrtøkan var góð, tí fyrsta dagin komu fimm heiðursmerki til høldar. Føroyar og Bermuda spældu ein tættan og spennandi flogbóltsdyst, sum bleiv til ein fimm settara. Føroyar vóru á odda 19 14 eina løtu í fjórða setti og burdu havt lukkað dystin, men Bermuda kom afturíaftur og vann tað settið. Og fimta settið vann Bermuda so eisini rættiliga sannførandi og harvið dystin 3 2. Thorvald Danielsen var sera vónbrotin aftan á dystin og dugdi ikki at greiða frá, hvat hendi í fjórða settið, tá Føroyar var í einari góðari støðu. Føroysku spælararnir vórðu sálarliga slignir út í hesum dystinum, mugu vit bara staðfesta, sigur Jan Hentze, viðmerkjari hjá kringvarpinum og flogbóltsdómari aftan á dystin. Øssur Debes Eiriksfoss vann silvur í hæddarlopi. Hann kláraði seg sera væl og megnaði at leypa 2,01 metur og hetta tryggjaði honum silvur. Umframt at Øssur fekk eitt silvurheiðursmerki í dag, vann hann eisini eitt gullheiðursmerki í liðkapping fyri menn í fimleiki í gjár. Tað gongur væl hjá føroysku skjúttunum. Í gjár vunnu teir gull, og í dag eydnaðist tað Esmari Andreasen og Ragnari við Streym at vinna bronsu. Føroysku fimleikararnir fingu góða byrjan upp á oyggjaleikirnar. Menninir vunnu gull í liðkappingini, og kvinnurnar fingu bronsu. Her eru nakrar myndir frá liðkappingini, sum fór fram í National Training Center í St. Davids í Bermuda. Kanst tú stutt lýsa teg sjálvan . Eg eri 25 ára gamal, eri uppvaksin og búgvandi í Klaksvík. Afturat tónleikinum sigli eg við Norðborg, og tað havi eg gjørt í nøkur ár nú. Hvussu byrjaði tú at gera tónleik Eg veit ikki heilt, hvussu alt byrjaði, men tað var nokk við elektroniskum tónleiki, tá ið Jan Nystrøm vísti mær Reason, eitt forrit at gera tónleik við. Eg slapp so at lána fløguna at leggja á telduna hjá mær. Áðrenn tað hevði eg bara roynt at gjørt ymiskt við Guitar Pro, eitt midi forrit, sum satt at siga var fínt at læra seg við, men tað hevði hóast alt bara midi ljóð. Eg spæli eisini gittara, men eg vil kortini ikki siga, at eg eri nakar góður gittarspælari. Hvaðani kom tín áhugi fyri elektroniskum tónleiki Eg haldi, eg byrjaði av álvara at fáa áhuga fyri elektroniskum tónleiki, tá eg hoyrdi Kavinsky, Sebastian, Mr Oizo, Daft Punk og allar teir fyri fyrstu ferð. Eg var óvanliga imponeraður av tí, og tað heldur eisini fram at verða líka genialt. Eg byrjaði fyrst at gera elektroniskan tónleik við The Ghost, men eg havi allatíð gjørt ymiskt annað fyri meg sjálvan eisini. Hvar fært tú tín íblástur frá Eg fái íblástur frá øllum tónleiki, eg hoyri. Tað er torført at siga, júst hvar ein fær íblásturin frá, tað kann jú vera so nógv, men tað er sjálvandi mest frá elektronisku greinini. Hvussu hevur tú ment teg sum tónleikara, síðani tú hevði tína frumroynd sum einstaklingur við lagnum Pieces fyri áleið hálvum øðrum ári síðani Eg veit ikki reiðiliga, hvat er broytt, men eg haldi so avgjørt, at eg havi fingið betur stýr á programmering, miksing, ljóð o.s.fr. Eg havi lært nógv nýggj ting ta seinastu tíðina. Tú hevur í seinastuni samstarvast við bólkin Swangah. Kanst tú fortelja eitt sindur hetta samstarvið Eg havi framleitt nøkur løg fyri Swangah. Eg havi gjørt beats, og Eyðun M ller Thomsen hevur tikið røddir upp og framleitt alt, sum har hoyrir til. Tað hevur verið spennandi og øðrvísi at gera hiphop. Havi ongantíð gjørt nakað hiphop áður, so tað hevur verið ein stór avbjóðing, men eg haldi hóast alt, at tað er komið nógv gott burturúr. Steen og Ragnar eru hjernadeytt genialir til at skriva tekstir og fáa flow í, og eg haldi, at teir hava ment seg ótrúliga nógv síðani seinastu fløguna. Tú hevur remiksað stór donsk nøvn sum USO og Alphabeat. Hvussu er hetta komið í lag, og hvat hevur hetta at siga fyri tína yrkisleið Eg havi remiksað løgini, tí ein fýrur frá einum forlagið, sum eitur Goodsongs Publishing, í Danmark setti seg í samband við meg, aftaná at hann hevði hoyrt Pieces. Hann spurdi, um eg tímdi at miksa onkur løg. Eg varð biðin um at remiksa Alphabeat lagið næstan beinanvegin, og teir vóru væl nøgdir. Síðani tað havi eg fingið USO at remiksa, og KATO havi eg satt at siga eisini remiksað, men eg veit ikki, um tað kemur út. Eg havi altíð viljað remiksað ymisk stór nøvn, og hasi eru rættiliga stór her í Evropa og Danmark, so tað, haldi eg, er kul. Vónandi koma fleiri møguleikar viðvíkjandi remiksum. Hvat er dreymurin Dreymurin er sjálvandi at arbeiða uppá eitt lag saman við onkrum tónleikarum, sum eg dámi væl, og so hevði tað eisini verið kul at spælt onkrar konsertir við DJ setti. Eg eigi ta fyrstu sum einstaklingur til góðar enn. Er nýtt tilfar á veg frá tær Eg geri allatíð nýtt tilfar og koyri tað út á netið so við og við, men eg arbeiði ikki á nakra fløgu útgávu. Tá eg fór í holt við hesa verkætlanina, hugsaði eg, at eg skuldi bara gera akkurát, hvat eg hevði hug til og ikki halda meg til nakað sum helst. So tað verður soleiðis, at bara einstakir sangir koma út, tá teir eru lidnir. Tað kann eisini vera, at eg flyti meg rættiliga nógv tónleikaliga ímillum løgini, so tað er ikki so nógvur samanhangur í enn, men kanska einaferð í framtíðini kemur ein fløga. 25 ára gamli Urbanus Olsen er uppvaksin og búsitandi í Klaksvík. Hóast tey flestu kenna og seta navnið Urbanus í samband við tónleik, siglir ungi tónleikarin eisini við Norðborg, og hevur hann gjørt tað í nøkur ár. R ddin hevur sett Urbanusi nakrar skjótar spurningar viðvíkjandi tónleikinum, hvussu tónleikaliga leiðin byrjaði, og hvar áhugin kemur frá. URBANUS er eftir hondini vorðið eitt kent navn innan føroyska tónleikaheimin, og eisini uttanum landoddarnar hevur ungi tónleikarin gjørt um seg. Men hvussu byrjaði tónleikaleiðin, og hvaðani kemur áhugin frá Tað hava vit spurt Urbanus Eg veit ikki heilt, hvussu alt byrjaði, men tað var nokk við elektroniskum tónleiki, tá ið Jan Nystrøm vísti mær Reason, eitt forrit at gera tónleik við. Eg slapp so at lána fløguna at leggja á telduna hjá mær. Áðrenn tað hevði eg bara roynt at gjørt ymiskt við Guitar Pro, eitt midi forrit, sum satt at siga var fínt at læra seg við, men tað hevði hóast alt bara midi ljóð. Eg spæli eisini gittara, men eg vil kortini ikki siga, at eg eri nakar góður gittarspælari. Eg haldi, eg byrjaði av álvara at fáa áhuga fyri elektroniskum tónleiki, tá eg hoyrdi Kavinsky, Sebastian, Mr Oizo, Daft Punk og allar teir fyri fyrstu ferð. Eg var øgiliga hugtikin av tí, og tað blívur eisini við at verða líka gott. Eg byrjaði fyrst at gera elektroniskan tónleik við The Ghost, men eg havi allatíð gjørt ymiskt annað fyri meg sjálvan eisini. Eg fái íblástur frá øllum tónleiki, eg hoyri. Tað er torført at siga, júst hvar ein fær íblásturin frá, tað kann jú vera so nógv, men tað er sjálvandi mest frá elektronisku greinini, sigur Urbanus. Urbanus hevur í seinastuni samstarvast við bólkin Swangah um nýggju útgávu teirra 39 Undirgangstónar 39 . Hetta hevur verið ein stór, men spennandi, avbjóðing, sigur hann Eg og Eyðun M ller Thomsen havi framleitt meginpartin av løgunum á fløguni hjá Swangah. Eg havi gjørt beats, og Eyðun hevur tikið røddir upp o.s.fr. Tað hevur verið spennandi og øðrvísi at gera hiphop. Eg havi ongantíð gjørt nakað hiphop áður, so tað hevur verið ein stór avbjóðing, men eg haldi hóast alt, at tað er komið nógv gott burturúr. Steen og Ragnar eru ótrúliga dugnaligir til at skriva tekstir og fáa flow í, og eg haldi, at teir hava ment seg øgiliga nógv síðani seinastu fløguna. Eg havi remiksað løgini, tí ein fýrur frá einum forlagið, sum eitur Goodsongs Publishing, í Danmark setti seg í samband við meg, aftaná at hann hevði hoyrt Pieces. Hann spurdi, um eg tímdi at miksa onkur løg. Eg varð biðin um at remiksa Alphabeat lagið næstan beinanvegin, og teir vóru væl nøgdir. Síðani tað havi eg fingið USO at remiksa, og KATO havi eg satt at siga eisini remiksað, men eg veit ikki, um tað kemur út. Eg havi altíð viljað remiksað ymisk stór nøvn, og hasi eru rættiliga stór her í Evropa og Danmark, so tað, haldi eg, er kul. Vónandi koma fleiri møguleikar viðvíkjandi remiksum, greiðir Urbanus frá. Fyri áleið hálvum øðrum ári síðani hevði Urbanus sína frumroynd sum einstaklingur við lagnum Pieces, har Guðrun Pætursdóttir Háberg syngur við. Hvussu hevur hann so ment síðani tá, og er nakað nýtt tilfar á veg Eg havi lært nógv nýggj ting ta seinastu tíðina. Eg haldi so avgjørt, at eg havi fingið betur stýr á programmering, miksing, ljóð o.s.fr. Eg geri allatíð nýtt tilfar og koyri tað út á netið so við og við, men eg arbeiði ikki á nakra fløgu útgávu. Tá eg fór í holt við hesa verkætlanina, hugsaði eg, at eg skuldi bara gera akkurát, hvat eg hevði hug til og ikki halda meg til nakað sum helst. So tað verður soleiðis, at bara einstakir sangir koma út, tá teir eru lidnir. Tað kann eisini vera, at eg flyti meg rættiliga nógv tónleikaliga ímillum løgini, so tað er ikki so nógvur samanhangur í enn, men kanska einaferð í framtíðini kemur ein fløga, sigur Urbanus. Dreymurin er sjálvandi at arbeiða uppá eitt lag saman við onkrum tónleikarum, sum eg dámi væl, og so hevði tað eisini verið kul at spælt onkrar konsertir við DJ setti. Eg eigi ta fyrstu sum einstaklingur til góðar enn, sigur Urbanus at enda. Skúlatingini má eg gera í fríkorterunum í skúlanum, ella meðan eg bíði eftir bussinum, tí eg havi ikki tíð at gera tey heima. Onkuntíð havi eg eisini havt nøkur eyka stressandi tíðarskeið, og tá má eg bara siga við vinfólkini, at eg fari at vera vekk í eina tíð, men at eg ikki havi gloymt tey ella nakað. Armgarð Gundardóttir Mortensen er fyri stuttum fylt átjan ár og er júst liðug við 1.s í Studentaskúlanum í Hoydølum. Tit kennast nokk við navnið, ella møguliga kennast tit betur við andlitið á myndini. Armgarð arbeiðir nevnliga millum annað sum modell, og tey síðstu tvey árini hevur tað verið nógv at sæð til hennara. Eg møtti Miriam á G fyri tveimum árum síðani. Eg fór yvir til hana og heilsaði upp á hana. Ræðuliga flóvislig søga, men líkamikið. Nakrar fáar dagar eftir ringdi Miriam so til mín. Hon hevði leitað eftir einari modell, sæð eina hjá G amp G og ringir so til mín. Tá finnur hon útav, at eg var gentan, hon hevði tosað við á G , fortelur Armgarð. Armgarð var einans 16 ára gomul, tá ið samstarvið við Miriam amp Janus byrjaði, so foreldur hennara máttu skriva undir uppá, at Armgarð slapp at standa modell hjá teimum. Miriam og Janus eru tey fittastu fólkini á jørðini, og tey eru míni bdquo fotograf foreldur ldquo , um mann kann siga tað soleiðis. Samstarvið við Sakaris Stórá Í yngru árunum var Armgarð nógv virkin í sjónleiki og var millum annað við í einum jólakalendara hjá KVF, Vitin. Í fjør royndi hon seg so aftur í livandi myndum og slapp at vera við í stuttfilminum Summarnátt eftir Sakaris Stórá. Filmurin við Armgarð í høvuðsleiklutinum sum Maria fekk góða móttøku og vann filmsheiðurslønina Geytin, ið tá varð givin á fyrsta sinni. Eg havi fyrr verið við í filmsupptøkum, men hetta er ræðuliga nógv størri. Og um eg samanberi Summarnátt við Vetrarmorgun, sum vit nú hava upptikið, so er tað eisini ræðuliga nógv størri. Nógv verri og meira krevjandi av bæði leikarum og leikstjóranum. Eg takki Sakaris fyri at hava givið mær møguleikan at vera við, tí tað er so ræðuliga kul. Tá eg fór til upptøkuroynd hjá honum, hevði hann ikki ánilsi fyri, hvør eg var. Tað var gott, tí um hann hevði vitað, at eg var modell, so hevði hann aldrin valt meg. Tað sigur hann eisini sjálvur, greiðir Armgarð frá. At standa framman fyri myndatólinum Á Facebook hava verið nógvar myndir av Armgarð, ið hava ferðast runt. Á einari mynd situr hon við einglaveingjum á einum vatni. Og so er tað myndarøðin Agnas, føroyska drotningin, har Armgarð situr hálvnakin í kava langt uppi í fjøllunum. Tú ert úti. Tú frystir. Tað er kalt. Mann byrjar at fáa krampa, og mann stendur hálvnakin á einum ísakøldum steini. Tá er tað onkuntíð ringt at halda stýr á kroppinum, fortelur Armgarð. Spurd um hon aldri er bangin fyri at standa framman fyri myndatólinum og fyri, hvussu hon sær út, er Armgarð skjót at rista við høvdinum. Tað hevur aldrin verið so, at eg eri bangin fyri ikki síggja gott út á einari mynd. Tað snýr seg um at bera nakað fram, so at myndin hevur ein djúpari týdning enn bdquo ein genta á einari mynd ldquo . Í byrjanini var eg kanska eitt sindur bangin, tí eg visti ikki, um eg dugdi. Men so tá ið mann hevur funnið útav, at mann faktiskt dugir okkurt, og fólk eru áhugað í tær, so er tað eingin trupulleiki. Aftanfyri myndatólið ger mann ongantíð tað sama, tí tað avhongur alt av, hvør fotografurin er, og hvat hann vil hava. Eg gevi eitt boð upp á tað, sum tey hava greitt frá um, og vit arbeiða har frá. Um tað ikki er akkurát tað, tey vilja hava, so broyta vit tað, til vit fáa tað rætta úrslitið. So tað snýr seg um at finna eina semju. Eg avgeri einki. Eg eri ein postalínsdukka, sum ger tað, sum tey vilja hava. Tað er rættiliga avmarkað, hvat tú fært tíð til. Tað, at vera modell, ger, at mann er ógvuliga upptikin. Tað er ikki bara at standa frammanfyri myndatólinum, men tað er nógv arbeiði aftanfyri. Tað er sum, tá ið mann venur okkurt. Mann má allatíðina vera í venjing og hava konditiónina. Men tað er eisini tað, sum er tað stuttliga. At fáa myndina og at síggja hana er bara bonus. Aftanfyri myndina er tá tú gert klæðini, ger hárið, finnur eitt stað, pósar, og tað er tað, sum er tað feita. Eftir dystin móti Guernsey siga bæði Jastrið Sivertsen og Sofía Purkhús, at tað er umráðandi, at hildið verður fast um tað góða spælið. Higartil hava vit næstan bara spælt góð sett. Okkara spæl er ikki so gott í øðrum setti móti Guernsey, men tað er helst tí, at mótstøðan er so sum so, og tá er tórført at spæla upp til sítt besta, sigur Jastrið Sivertsen. Áland er eitt gott lið, men alt hevur riggað sera væl hjá okkum, og um vit halda fram við tí, so vinna vit dystin, sigur Sofía Purkhús. Finalan í 10.000 metrum í frælsum ítrótti hevur verið í kvøld, og úrslitið bleiv, at Valborg Heinesen vann gull. Hetta er fyrstu ferð, síðani oyggjaleikirnar í Guernsey í 2003, at eitt gullmerki er vunnið í frælsum ítrótti. Valborg legði varliga út og helt seg nakað aftanfyri fyrstu løtuna, men tá tað restaðu einir tveir umgangir í, setti hon ferð á og rann fram um og frá sínum kappingarneytum. Tíðin hjá Valborg var 38.01.20 minuttir. Samanumtikið hevur hetta verið ein góður dagur hjá frælsum ítrótti, sum hevur fingið trý heiðursmerki í dag. Øssur Debes Eiriksfoss fekk silvur í hæddarlopi, Valborg Heinesen gull á 10.000 metrum og Marnar Djurhuus bronsu somuleiðis á 10.000 metrum. Niclas Eysturoy vann í einmannsleiki hjá monnum 2 0 . Rannvá Carlsson vann í einmannsleiki hjá kvinnum 2 0 . Og í triðja og avgerandi dystinum vunnu Niclas Eysturoy og Flóvin Mikkelsen í tvímannsleiki hjá monnnum 2 0 Valborg Heinesen vann gull í 10.000 metrum í frælsum ítrótti og Marnar Djurhuus vann bronsu, somuleiðis á 10.000 metrum. Her er ein myndarøð frá renningini. 34 ára gamla Susan Taylor skuldi svimja um Ermasund fyri at útvega pening til vælgerandi endamál. Hon hevur áður svomið nógv á opnum havi, millum annað eina stafett tvørtur um ensku kanalina. Stutt frá málinum Susan Taylor var stutt frá málinum bara hálvan annan kilometur frá fronsku strondini, tá hon fekk trupulleikar og fall í óvit. Klokkan 17.00 vórðu bjargingarlið boðsend, og Taylor varð flogin við tyrlu til eitt sjúkrahús í Bologne. Klokkan 19.00 sunnukvøldið boðaði sjúkrahúsið frá, at hon var deyð. Susan Taylor segði sjálv, áðrenn hon fór avstað, at ferðin tvørtur um Ermasund fór at verða harðari enn at klúgva upp á Mount Everest. Ermasund er 34 kilometrar, har tað er smalast. Nevndin tilskilar sær rætt til at velja millum innkomnu uppskotini ella einki at velja. Virðislønin fyri besta uppskotið er trýtúsund krónur. Somuleiðis tilskilar nevndin sær rætt til at velja navn ella búmerki frá hvør sínum uppskotsstillara. Virðislønin er tá tveytúsund krónur fyri hvørt. Dómsnevnd Innkomin uppskot verða viðgjørd av hesi dómsnevnd Rúna Sivertsen, Hanne Dot Ludvig, Betzy Ludvig, Mary Antonsdóttir, Kirstin Simonsen, Tóra Tórgarð, Torkil Skála og Victoria Absalonsen. Um tvær vikur er klárt at seta Føroyum handilsforðingar viðvíkjandi norðhavssildini. Handilsforðingar viðvíkjandi makreli verða eisini fyrireikaðar. Tær verða vendar móti bæði Føroyum og Íslandi. Tað segði Maria Damanaki, ES fiskivinnukommisserur, á tíðindafundi í Brússel í gjár. Maria Damanaki segði, at handilsforðingarnar móti Føroyum fyri sildina eru fráboðaðar í Føroyum, og londini í ES eru biðin um at koma á fund at taka avgerðina. Maria Damanaki, ES fiskivinnukommisserur, segði einki um tað á tíðindafundinum í Brússel í gjár. Og eingin spurdi hana heldur um tað. Handilsbannið fer í øllum førum at umfata norðhavssild úr Føroyum og møguliga eisini føroyskan makrel, sum verður fiskaður saman við sildini. Løgmaður fekk í síðstu viku sjey milliónir krónur frá Fíggjarnevndini hjá løgtinginum, so landsstýrið kann biðja ein altjóða gerðarrætt steðga handilsforðingunum hjá ES. Áheitanin á gerðarrættin skuldi fara úr Føroyum í gjár. Hann heldur, at tað vera ikki handilsforðingarnar í sjálvum sær, sum loysa sildatrætuna, men vónandi fær hetta ferð á samráðingarnar, sigur hann. Handilsforðingarnar eru eitt keðiligt, men neyðugt átak. ES kann ikki hyggja at, meðan føroyingar av órøttum ovfiska sildastovnin. Tað er alneyðugt, at ES ger púra greitt, at vit stuðla burðardyggum fiskiskapi, sigur hann. Danmarks Pelagiske Producent organistation hevur boðað frá í fleiri førum, at danska stjórnin skal taka frástøðu frá Føroyum í hesum málinum. Vit hava víst á trupulleikan fleiri ferðir, at Danmark kann ikki sita báðumegin borðið samstundis í hesum málinum. Sum limir í ES skal Danmark virða føroyska sjálvræði í fiskivinnumálum, og heldur hugsað um ynskini hjá pelagisku vinnuni í Danmark, sigur Esben Sverdrup Jensen. Skal ein almennur stovnur keypa okkurt, sum kostar meira enn 50 túsund krónur, skal stovnurin spyrja fleiri veitarar fyrst, áðrenn keypt verður. Og skal keypast fyri meira enn áttahundrað túsund krónur, skal keypið bjóðast út alment. Ráðið sigur, at endamálið er at spara pening og stimbra kappingina á privata marknaðinum, har sum tað almenna keypir vørur og tænastur. Ætlanin er at spara fimm til tíggju milliónir krónur um árið. Ítøkiliga verður kravt, at útboð verða lýst á einum nýggjum keypsportali, sum fer at virka 1. oktober. Gjaldstovan fer at umsita portalin. Harafturat fara fólk á almennum stovnum, sum hava drúgvar royndir at keypa inn, at manna eitt toymi, sum skal hjálpa stovnunum at skipa keypið hjá stovninum. Vinnumálaráðið gjørdi í mars í fjør eina frágreiðing um innkeyps og útboðspolitikkin hjá landinum. Nýggja rundskrivið hjá Fíggjarmálaráðnum byggir á hesa frágreiðing. Tað er ymiskt, hvussu langt teir rógva hvønn dag. Seinastu 24 tímarnar er ferðin økt, og teir hava róð 69 fjórðingar, skrivar heimasíðan trip.fo. Í sendingini fylgja vit kappróðrinum 2013, nú føroyameistararnir hjá 5, 6, 8 og 10 mannaførum við dreingjum, gentum, kvinnum og monnum skulu finnast. Vit síggja brot frá róðrunum og hitta rógvarar og onnur, sum hava við kappróður at gera. Føroyar vunnu aftur í dag sannførandi. Føroyar vann 3 0 á Álandi við settúrslitunum 25 7, 25 19 og 25 18. Tað var ongantíð nakar vandi fyri, at Føroyar fóru at tapa nakað sett í dystinum. Menninir í amboðsfimleiki hava gjørt eitt heiðursmerkjahál. Tvey gull, trý silvur og tvey bronsu bleiv tað til í einstaklingakappingini í amboðsfimleiki. Øssur D. Eiriksfoss vann gull í lopi og silvur í ringum, á gólvinum og í paralellbarr. Venjarin hjá Føroyum, Valery Saven, sum er úr Letlandi, vann gull í ringum og Bogi Berg fekk bronsu í ringum og lopi. Lagið var, sum vera man, avbera gott á føroysku fimleikarunum, sum nú kunnu hvíla seg í ein dag til kappingarnar í fimleiki byrja aftur hósdagin. Gullvinnarin Valborg Heinesen er gestur í sendingini hesaferð. Harafturat er reportasja frá frælsum ítrótti og badminton. Og so var aðalfundur í altjóða oyggjaleikanevndini. Vit tosa við ÍSF forsetan Á aðalfundinum hjá altjóða oyggjaleikanevndini IIGA í dag, varð Sølvi Reinert Hansen afturvaldur í nevndina fyri eitt nýtt tvey ára skeið. Sølvi hevur sitið í nevndini í eina setu nú og fer hann sostatt undir sína næstu setu. Tað er av stórum týdningini fyri Føroyar at hava ein føroying í nevndini, serliga nú arbeitt verður fyri at fáa leikirnar til Føroya í 2019. Fimleikurin gjørdi eitt ordans hál í dag. Fimleikararnir vunnu tilsamans níggju heiðursmerkir. Hini bæði heiðursmerkini komu í einkultstarti í súkkling. Føroyar vunnu aftur í dag sannførandi. Føroyar vann 3 0 á Álandi við settúrslitunum 25 7, 25 19 og 25 18. Føroyar hava sostatt vunnið allar sínar dystir 3 0 Úrslit frá bólkaspælinum Føroyar Grønland 3 0 25 8, 25 16, 25 10 Føroyar Guernsey 3 0 25 8, 25 16, 25 13 Føroyar Áland 3 0 25 7, 25 19, 25 18 Føroyska flogbóltslandsliðið hjá monnum vann í kvøld 3 1 á Grønlandi. Spælið hjá føroyingum var einki serligt í fyrsta setti, men so tóku okkara menn seg saman og komu sterkt aftur. Heri Ziska kastaði í klingruvarpið 39,77 metrar, og tað var nokk til eitt bronsuheiðursmerki. Vinnarin av Saarema kastaði 46,31 metrar og nummar tvey úr Gotlandi kastaði 43,34 metrar. Heri Ziska verður gestur í oyggjaleikasendingini í útvarpinum, sum verður send av tjóðarleikvøllinum í Bermuda klokkan 17.05 føroyska tíð Hjá monnum var tað enn einferð Torkil Veyhe, sum tryggjaði sær silvurheiðursmerki aftanfyri Andrew Roche úr Isle of Man, sum hevði eina serliga góða tíð. Bronsuna fekk Chaman Lawrence úr Bermuda. Hjá kvinnum eydnaðist tað Súsonnu Skylv Sørensen at fáa bronsuna. Hon var ógviliga væl nøgd eftir kappingina, tí hetta ere fyrstu ferð hon er við í hesari kappingini. Súsanna sigur, at hon ætlar sær at gera meira við hesa greinina, tí kennir seg hava ein góðan møguleika her í framtíðini. Menninir súkklaðu góðar 40 kilometrar, og kvinnurnar súkklaðu 36 kilometrar. Eik átti helvtina av Skálafjarðartunlinum. Men fyrr í summar keypti Lív Eik úr partafelagnum, sum varð stovnað í 2006 við tí endamáli at byggja og reka fast samband millum Eysturoy og Suðurstreym og millum eystara og vestara arm á Skálafjørðinum. Jan Jakobsen er eisini komin í nevndina í P f Skálafjarðartunlinum fyri Poul Christoffur Thomassen, sum eitt skifti var stjóri í Lív. Partapeningurin í Skálafjarðartunlinum er 11, 8 milliónir krónur. Hóast P f Skálafjarðartunnilin ikki longur kann fullføra endamálið, sum felagið varð stovnað at fremja, hevur tað ikki einki virði. Tað gjørdi nakrar forkanningar, millum annað kannaði tað havbotnin, har sum ætlanin var at bora tunnilin. Hesar kanningar og hendan vitanin hjá felagnum er til sølu. Og Lív, sum eigur kanningarnar og vitanini, tí Lív eigur Skálafjarðartunnilin, eigur 20 prosent í felagnum, sum liggur fram við og hevur uppskot um sáttmála við landsstýrismannin í innlendismálum um at sleppa at gera og eiga tunnilin. Landið eigur framvegis Lív 100 prosent. Flogferðslan var darvað av mjørka í gjár, og onki flogfar setti seg í Vágum, tí tað var ikki lendandi. Í alt bíðaðu útivið 600 fólk at koma fram. Nú er klárari í veðrinum, og gongst sum Atlantsflog vónar, fara seinasu flogførini, sum ætlandi skuldu avstað í gjár, um flogvøllin í Vágum sum frálíður í dag. Eftir fundin við formannin í ES nevndini, Jos Manuel Barroso, í gjár, segði íslendski forsætisráðharrin, Sigmundur Davíð Gunnlaugsson, at hann ivast stórliga í, um til ber at finna semju um makrelin fyri 1.august. Val í Norra Val er í Norra í september, og íslendski forsætisráðharrin væntar ikki, eins og fleiri onnur, at norska stjórnin ger nakra semju um makrelbýtið fyri stórtingsvalið. Íslendski forsætisráðharrin segði við íslendska kringvarpið eftir fundin við Barroso, at handilsforðingarnar, sum ES fyrireikar, fara ikki út um nakra avtalu í EBS samstarvinum. Ísland er í EFTA og er tí við í EBS samstarvinum millum EFTA og ES. ES fer at halda altjóða avtalur ES fer heldur ikki út um tað, sum WTO, heimshandilsstovnurin, loyvir, og ES fer eisini at halda aðrar altjóða sáttmálar, sum ES er við í. Maria Damanaki, ES fiskivinnukommisserur, segði mánadagin, at handilsforðingar móti Føroyum viðvíkjandi norðhavssildini verða kunngjørdar síðst í juli. Og tá verður fráboðað, hvat ES ætlar at gera viðvíkjandi makrelfiskiskapinum hjá Føroyum og Íslandi. Húsavarðartænastan Húsavarðartænastan átti lægsta tilboðið at gera bygningin til spælistað. Felagið bjóðar seg at gera arbeiðið fyri slakar 5 milliónir krónur uttan fyrivarni. Trý tilboð komu inn. Tað er teknistovan Kontrast, ið hevur byggingina um hendi. Fyritøkan fer nú undir at samráðast við lægsta boðið. Síðani verður viðmæli lagt fyri býráðið at taka støðu til. Bygt í 1830 unum Reinsaríið varð bygt í 1830 unum. Síðani hevur pakkhús, reinsarí, vaskarí og eina tíð eisini posthús húsast í bygninginum. Tórshavnar kommuna keypti bygningin fyri nøkrum árum síðani. Semja var um, at bygningurin skuldi varðveitast, og at hann skuldi nýtast til mentanarlig endamál. Og serliga akademikarum dáma illa, at íslendingar skjóta hval. 30 prosent av teimum, sum hava eina útbúgving frá lærdum háskúla, eru í móti hvalaveiðuni. Minni brennivín Tøl, sum Rúsdrekkasølan hevur kunngjørt á sínari heimasíðu, vísa eisini, at minkingin frá 1992 til 2012 stavar frá brennivíninum. Fólk drekka minni brennivín nú. Í fjør vóru tølini fyri vín og øl tey somu, men brennivínið var farið niður í 1,9 litrar av reinum alkoholi fyri hvørt fólk, 15 ár ella eldri. Síðani á sumri hevur Dorthea Højgaard Dam verið nógv at hoyra við sangunum Hey Candy. Hvør er kvinnan og hvør er sangurin Eisini eru brot við av sangunum Hey Candy og My line is dead, Løgmaður hevur biðið formannin fyri ES nevndina um nýggjar samráðingar, so semja kann fáast í sildatrætuni. Higartil hevur ES ikki verið sinnað at samráðast, og enn veit eingin við vissu, hvørji revsitiltøk ES hevur í umbúna. Jóhan Dalsgaard og Rúni Jacobsen, sum báðir sambært Fólkayvirlitinum búgva í Fámara, fingu freist til mánadagin at fara. Men í gjár fingu stjórin og umsitingarleiðarin á Búnaðarstovuni váttað, tá teir framvegis vóru í Fámara. Húsdjór og fenaður Jóhan Dalsgaard kærdi avgerðina hjá Búnaðarstovuni um at biðja hann fara av festinum. Men Fiskimálaráðið staðfesti avgerðina. Fær Búnaðarstovan viðhald í Fútarættinum, kann Fútarætturin heita á politiið um at hjálpa sær við at fremja úrskurðin hjá Fútarættinum, vilja fólkini framvegis ikki flyta úr Fámara. Johan Dalsgaard kærdi eisini avgerðina hjá Búnaðarstovuni um at lata Jens Hera Jacobsen í Sumba fáa festið í Fámara og bað um, at kæran fær steðgandi virknað. Bermuda er á øðrum plássi í bólki A, og tað er lítið sannlíkt at Cayman Islands fara at fáa tær aftur. Cayman Islands hevur ein dyst eftir, og hann er ímóti Saaremaa, sum hevur vunnið allar sínar dystir sannførandi. Hálvfinalan millum Føroyar og Bermuda er á skránni í morgin, hósdagin. Dysturin byrjar klokkan 19.45 føroyska tíð, og útvarpið sendir beinleiðis Bermuda er á øðrum plássi í bólki A, og tað er lítið sannlíkt at Cayman Islands fara at fáa tær aftur. Cayman Islands hevur ein dyst eftir, og hann er ímóti Saaremaa, sum hevur vunnið allar sínar dystir sannførandi. Hálvfinalan millum Føroyar og Bermuda er á skránni í morgin, hósdagin. Dysturin byrjar klokkan 19.45 føroyska tíð, og útvarpið sendir beinleiðis Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum. Hann fer á ólavsøku at biðja løgtingið um eykajáttan til nýggja partafelagið. Allir tunlar kunnu ikki samanberast Landsstýrismaðurin sigur, at Hovstunnilin og Sandoyartunnilin kunnu ikki samanberast, tí Hovstunnilin hevur ongar inntøkur. Men tað fer Sandoyartunnilin at hava. Sambært einari greining, sum borgarstjórarnir í Sandoynni fingu grannskoðaravirkið Spekt at gera í fjør, fer bummgjaldið í Sandoyartunlinum at klára allan raksturin hjá tunlinum, og tá verður harafturat eitt sindur eftir til íløguna. Ávaraðu í 2005 Tá uppskot kom í løgtingið í 2005 um at stovna partafelag til Hovstunnilin, ávaraðu Atli Leo í Fíggjarmálaráðnum og Leivur Harryson, landsgrannskoðari, móti at leggja íløgur uttan fyri fíggjarlógina við at brúka partafelagsleistin. Á vári í 2009 samtykti løgtingið tó, at landsstýrismaðurin í innlendismálum kann stovna partafelag at gera og reka tunnil millum Streymoynna og Sandoynna. Landið skal einsamalt eiga tað partafelagið. Jørgen Niclasen sigur, at Sandoyartunnilin skal og kann ikki samanberast við Hovstunnilin, men við Vágatunnilin, Norðoyatunnilin og Vága floghavn, tað eru partafeløg, sum hava inntøkur og fíggja raksturin. Ásgeir Trausti spælir konsert á G festivalinum leygarkvøldið. Á skránni verða sangir av útgávuni Dýrð í deyðatøgn, sum 10. hvør íslendingur hevur ognað sær. Eisini verða nýggjar enskar týðingar hjá John Grant spældar á G . Marius F. Joensen endaði á fyrsta plássi við 130 dúgvum. Nummar tvey bleiv Cayman Islands við 129, og Áland bleiv nummar trý við 128. Helgi Winther Olsen hevur fingið bronsu í fjallasúkkling í oyggjaleikunum í Bermuda. Helgi lá allatíðina frammarlaga, og hann fór ongantíð aftur um triðja plássið. Helgi Winther Olsen er gamal fimleikari og hevur vunnið nógv heiðursmerki í fimleiki á oyggjaleikunum, men hetta er fyrsta heiðursmerkið í fjallasúkkling hjá honum. Áland vann 3 1 á Føroyum í flogbólti hjá monnum, og úrslitið hevur við sær, at nú sær svart út hjá føroysku flogbóltsmonnunum, tá tað kemur til at vinna heiðursmerki á oyggjaleikunum í ár. Treytin er, at teir vinna teir báðar dystirnar, sum eru eftir í kappingini. Tann fyrri er móti Gotlandi, og tann seinni móti Saareemaa, sum er styrkismett ovast í flogbóltskappingini hjá monnum. Tískil er tað vorðið sera trupult hjá flogbóltsmonnunum at ogna sær heiðursmerki á oyggjaleikunum hesaferð, men tað er framvegis ikki ógjørligt. Marnar lá allan teinin sum nummar tvey, men í seinasta umfarinum fór ein frá fram um hann, og tí bleiv tað til bronsu til Marnar Djurhuus. Vinnarin var úr Ynis Mon, meðan silvurið fór til Gibraltar. Suðurafrikanska friðarhetjan Nelson Mandela hevur verið innlagdur við lugnabruna síðan 8. juni. Støðan hevur verið álvarslig. Fyri trimum vikum síðani varð mett, at hann fór skjótt at doyggja, og miðlar frá øllum heiminum fóru til býin Pretoria, har hann er innlagdur. Sunnudagin boðaðu suðurafrikanskir miðlar frá, at heilsustøðan hjá honum er batnað. Mandela dagur Dagurin 18. juli er eisini soróptur altjóða Mandela dagur. Tað gjørdi ST av í 2009. Dagurin skal minna okkum á stóra týdningin, hann hevur havt fyri fólkaræði og frið í heiminum. Samstundis mælir felagsskapurin fólki til at elta slóð hansara. Uppskotið kom frá einum landsmanni hjá Mandela í ST, sum sigur, at Mandela er sjálv ímyndin av vón. Fongslaður í 27 ár Nelson Mandela sat fongslaður á Robben Island í 27 ár fyri at hava stríðst ímóti apartheid. Hann varð leyslatin í 1990. Trý ár seinni, í 1993, fekk hann Nobel friðarheiðurslønina, og árið eftir var hann valdur til forseta í Suðurafrika, eitt starv hann røkti í fimm ár. Seinastu árini hevur hann verið heilsuveikur. Mandela hevur ikki víst seg alment, síðan landið skipaði fyri heimsmeistaraskapinum í fótbólti í 2010. Men hann hevur tikið móti innanlands og uttanlands gestum í heimi sínum. Keldur í uttanríkistænastuni siga við Kringvarpið, at endaliga uppskotið, sum Maria Damanaki, ES fiskivinnukommisserur, skuldi lata serligu nevndini, sum umsitur fiski og alivinnu, ikki er vorðið til nakað kortini. Maria Damanaki hevur sagt, at hon fer at seta revsitiltøk í verk móti Føroyum, tí ES vil ikki góðtaka, at Føroyar hava ásett sær, sambært teimum, ov høga sildakvotu. Nevndin skuldi hava uppskotið um ætlaðu handilsforðingarnar í gjár, fyri síðan at viðgera tað í tvær vikur, men uppskotið er sambært keldum hjá Kringvarpinum ikki latið nevndini. Á ætlaða fundinum tann 31. juli skuldi endalig støða takast, hvørjar handilsforðingar skuldu setast í verk í sambandi við trætuna um norðhavssildina. ES kann víkja frá tíðarfreistini, men sambært keldum í uttanríkistænastuni, sum Kringvarpið hevur tosað við, er tað lítið sannlíkt. Tað er av somu orsøk lítið sum bendir á, at ES fer at seta Føroyum handilsforðingar um mánaðarskiftið. Meira seinni. Tað var 27.juni, at býráðiðb samtykti at broyta býarætlanina, so havnarøkið norðan fyri Bakkafrost verður 14.200 fermetrar størri enn tað er nú. 8.juli kunngjørdi Bakkafrost sína fimm ára ætlan, sum millum annað umfatar stóra útbygging á Glyvrum, tí alt virksemið, sum Bakkafrost hevur á landi, skal vera har í 2015. Runavíkar kommunu hevur kunngjørt ætlaðu broytingina í býarætlanini. Freistin at mótmæla ella at koma við broytingaruppskotum er til annan september. Flakatrolarin Gadus hevur aftur sett eitt met. Norðlýsið veit at siga, at fyrradagin fekk trolarin heili 44,5 tons niður í lastina av flaki og heilfrystum, sum sigst vera innanhýsis met umborð. Á seiansta túri kom Gadus heim við 740 tonsum, sum vórðu fiskað í 23 samdøgur. Tað var skjótasti túrur hjá trolaranum, síðani JFK keypti hann Gadus fekk annars eina heldur slaka byrjan uppá hendan túrin, men síðani kom gongd á fiskiskapin og fyrrakvøldið hevði trolarin 630 tons umborð. Gadus tekur umleið 750 tons av flaki. Gadus legði frá landið 12. juni og 18. juni fór trolið fyrstu ferð út. Sostatt er longu talan um ein góðan túr hjá flakatrolaranum. Fyrr í ár fór kommunan undir at skipa viðurskiftini við Vágs Havn betur. Ein partur av hesum arbeiðinum fevnir um at fáa gjørt økir tøk, sum ikki verða brúkt longur. Sum lið í hesum arbeiði hevur kommunan, í samráð við Effo, tikið avgerð um at fáa gomlu oljutangarnir tiknar niður. Hetta arbeiði er nú komið so mikið áleiðis, at fyrsti oljutangin er tikin niður. Poul Augustinussen, formaður í Havnanevndini hjá Vágs kommunu, sigur, at niðurtøkan av oljutangunum er ein liður í at skipað viðurskiftini við Vágs Havn á best møguligt, soleiðis at plássið, sum er á havnalagnum, verður brúkt so optimalt sum til ber. Seinastu mánaðirnar hevur virksemið kring Vágs Havn verið vaksandi, og royna vit at tryggja, at fyritøkur, sum virka á og umvegis Vágs Havn fáa bestu sømdir, sigur Poul Augustinussen. Vágs kommuna hevur gjørt avtalu við Effo um at keypa økið, har oljutangarnir standa. Økið verður yvirtikið, tá oljutangarnir eru tiknir niður. Í fjør var sildin ein trupulleiki hjá skipunum, sum royndu eftir makreli, tí tað var hámark á hjáveiðuni av sild hjá øðrum skipum enn uppsjóvarskipunum. Trý móttøkuskip taka í móti fiski í løtuni. Tey eru Ólavur Nolsøe hjá JNO í Fuglafirði, Atlantic Orion hjá Fjord Fishing and Finance og Kai Shun hjá Thor. Eg mæli staðiliga frá, at ætlanin verður framd, áðrenn avleiðingarnar eru gjølla lýstar og vissa er fingin fyri, at broytingin virkar, sum ætlað. Verður ætlanin sett í verk, verða tann vísindaligi, tøkniligi og fíggjarligi parturin skildir sundur. Hetta má væntast at fáa stórar negativar avleiðingar. Millum annað hetta sigur stjórin á Havstovuni, Eilif Gaard, í sambandi við ætlanina hjá landsstýrinum at leggja havrannsóknarskipið hjá Havstovuni, Magnus Heinason, undir Strandfaraskip landsins. Vørn mælir eisini frá Leiðslan á samanlagda stovninum, Vørn, sum er fyrrverandi Fiskiveiðieftirlitið sum rekur Brimil og Tjaldrið , MRCC og Tilbúgvingarstovnurin, mælir eisini staðiliga frá at leggja teirra skip undir Strandferðsluna. Vørn vil tí heita á Føroya landsstýri og landsstýrismannin í Fiskivinnumálum um at sleppa hesi ætlan. Sum nevnt omanfyri tað er í grundgevingunum hjá Vørn, og sum Kringvarpið hevur fingið innlit í eru ongar sakligar grundgevingar, sum tala fyri, at nøkur sparing er við hesi ætlan. Men hetta kemur at viðføra eina niðurlaging av eftirlitinum og ikki minst bjargingartænastuni, sigur stjórin í Vørn, Elmar Højgaard. Nógv øðrvísi enn ferðamannaskip Vørn vísir í viðmerkingunum til landsstýrið á, at stórur munur er at reka ferðamannaskip og eftirlits og bjargingarskip. Krøvini til manningarnar er rættiliga ymisk. Uppgávan hjá Strandfaraskipum er at flyta farm og ferðafólk millum oyggjarnar. Brimil og Tjaldrið hava nógv fjølbroyttari arbeiðsuppgávur, sum krevja heilt aðra útgerð enn eitt ferðamannaskip. Manningin verður eisini skúlað øðrvísi til eitt vaktar og bjargingarskip í mun til eitt ferðamannaskip. Strandfaraskipini avlýsa vegna veður, men vaktar og bjargingarskipini skulu avstað, um nakað er á vási ndash uttan mun til veðrið, sigur Elmar Højgaard í svarskrivinum til landsstýrið. Leiðslan í Vørn vísir eisini á, at maskinurnar umborð á Brimli og Tjaldrinum eru av heilt øðrum slag enn umborð á Strandfaraskipunum. Haraftrat er nógv serlig tøkni og onnur útgerð umborð á vaktarskipinum, sum ikki eru umborð á skipunum hjá Strandferðsluni. Og tískil er øll serfrøðin hjá Vørn, og onga aðrastaðni. Magnus Heinason ger vísindaligt arbeiði Leiðslan á Havstovuni vísir í sínum svarskrivi á, at Magnus Heinason er onki vanligt skip, men eitt vísindaligt arbeiðsamboð. Skipið er okkara høvuðsamboð, og tað er einans Havstovan, ið kann gera av, hvat skipið skal gera hvønn einstakan túr, og hvussu arbeiðið umborð skal leggjast til rættis. Hesa ábyrgdina fer Havstovan altíð at hava, uttan mun til hvør hevur reiðarauppgávuna. Kanningarnar skifta frá túri til túr, og riggað verður til og riggað verður av ímillum túrarnar. Tað arbeiðið ger Havstovan, sigur Eilif Gaard, stjóri. Vísindalig tøkni Havstovan vísir eisini á, at sum granskingaramboð er skipið útgjørt við hópin av vísindaligari tøkni. Einstøku túrarnir eru ymiskir, og hvør einstakur túrur hevur neyv faklig krøv til tøkni og mannagongdir. Hesi krøv er tað bara Havstovan, sum kann greina definera . Starvsfólk á Havstovuni hava eisini tann fakliga førleikan, sum skal til fyri at menna útgerðina, at halda útgerðina og at tryggja, at útgerðin virkar sambært vísindaligu krøvunum. Tað er uppgávan hjá reiðarínum at ansa eftir, at skipið tøkniliga er ført fyri at gera tað arbeiðið, sum gerast skal. Men kann eitt reiðarí, sum ikki hevur kunnleika til granskingarkrøvini, veita trygd fyri, at tað er ført fyri at røkja hesa uppgávuna, spyr Havstovan. Loysir seg heldur ikki fíggjarliga Bæði Havstovan og Vørn vísa aftur, at tað fer at hava fíggjarligar fyrimunir at leggja skipini undir Strandferðsluna. Heldur øvugt. Stjórin á Havstovuni heldur, at tað verður dýrari at leggja Magnus Heinason undir Strandferðsluna. Hesin parturin er sjálsagt ábyrgd hjá reiðarínum. Sjálvandi kunnu onnur enn Havstovan avgreiða tann fíggjarliga partin, men tað sigur seg sjálvt, at av tí at eitt eventuelt uttanfyristandandi reiðarí ongan kunnleika hevur til granskingarfunksjónir, er tað í veruleikanum ógjørligt hjá reiðarínum at fíggjarstýra raksturin á ein effektivan og bíligan hátt. Tí fer sundurskiljingin av fíggjarligu ábyrgdini, vísindaligu ábyrgdini og tøkniligu ábyrgdini við vissu at gera dagliga raksturin bæði tvørligari og dýrari, enn hann er í dag, sigur Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni. Minni til Brimil og Tjaldrið Stjórin á Vørn vísir á, at hóast virksemið hjá Strandferðsluni er munandi minka, eitt nú av Vága og Norðoyartunlunum, er raksturin øktur munandi. Á Fiskiveiðieftirlinum, hinvegin, hevur tað hepnast at halda raksturin á sama stigi, hóast størri arbeiðsbyrðar eru lagdar á Fiskiveiðieftirlitið. Vit kunnu nevna veiðuváttanir, fiskiloyvir og PSC kanningar, sum hava ført við sær, at neyðugt hevur verið at sett meira pening av at menna KT skipanir. Tað er tí sera óheppið at leggja raksturin og manningarnar á skipunum Brimli og Tjaldrinum undir Strandferðsluna. Úrslitið verur, at hesi bæði skipini koma at bera sparingar, sum fremjast skulu á Strandferðsluni, sigur Elmar Højgaard, stjóri í Vørn. Stríðið um festið í Fámara stendur við. Jóhan Dalsgaard noktar at flyta út úr húsunum í Fámara, hóast hann hevur fingið boð um at fara út, tí festið er latið øðrum persóni. Føroysku kvinnurnar skulu í kvøld royna at spæla seg víðari í finaluna, sum helst verður ímóti Saaremaa, sum spælir hálvfinalu ímóti Grønlandi seinnapartin. Føroyar spældu ímóti Bermuda á oyggjaleikum í bæði 2009 og í 2011. Í báðum førum vunnu Føroyar, men tær føroysku taptu sett í báðum dystum. Í 2009 í Álandi vunnu flogbóltskvinnurnar gull, men tað var við biti og sliti, at tær komu víðari úr hálvfinaluni, har tær møttu júst Bermuda. Neyðugt var við fimm settum. Føroyar vunnu fimta settið 15 12. Føroysku kvinnurnar hava enn ikki tapt nakað sett í kappingini. Tær hava vunnið allar bólkadystirnar móti Guernsey, Grønlandi og Álandi 3 0. Festivalgestirnir eru so smátt byrjaðir at koma, lagið er gott, og R ddin er sjálvandi úti við myndatólinum. Fyriskiparirnir eru framvegis í holt við at fáa síðstu tingini upp á pláss og bjóða fólki vælkomnum til enn eitt ár við tónleiki, hugna og góðum stemningi í Gøtu. Festivalgestirnir eru so smátt byrjaðir at koma, lagið er gott, og R ddin er sjálvandi úti við myndatólinum. Fyriskiparirnir eru framvegis í holt við at fáa síðstu tingini upp á pláss og bjóða fólki vælkomnum til enn eitt ár við tónleiki, hugna og góðum stemningi í Gøtu. Danski bólkurin Reptile Youth, ið eftir ætlan skuldi spæla á Gøtusandi í kvøld, er ikki komin til landið og tískil er teirra framførsla avlýst. Í teirra stað traðkar føroyski punkbólkurin 200, sum fer á pall á sandinum kl. 21 40. Við sannførandi avrikið í hálvfinaluni móti Bermuda, sum Føroyar vann 3 0, hava føroysku flogbóltskvinnurnar spælt seg í oyggjaleikafinaluna. Føroyar luttaka í blandaðum tvímansleiki og í tvímansleiki hjá kvinnum. Í blandaða tvímansleikinum skulu Rannvá Carlsson og Niclas Eysturoy spæla, meðan Brynhild Carlsson og Rannvá Carlsson spæla kvinnu tvímansleikin. Harafturat er ein bronsudystur í einmansleiki hjá kvinnum, og har skal Rannvá Carlsson eisini spæla. Sostatt hevur hon tríggjar dystir á skránni í morgin, men tað verður kanska bert til tveir. Vit hava skilt, at mótstøðuspælarin í bronsudystinum møguliga hevur fingið skaða, so tað er ikki vist, at Rannvá skal spæla tann dystin, men jú, hon hevur ein harðan dag fyri framman, sigur Magnus Gaard, hjálparvenjari. Í dag var tað tann bundna kappingin í amboðum, og eftir lopið um hestin stóðu tríggir føroyingar á sigurspallinum. Øssur Debes Eiriksfoss fekk gull, Bogi Berg silvur og 14 ára gamli Aron Jacobsen fekk bronsu. Harafturat fekk Jóni Brandsson Christiansen silvur í rekk, Øssur D. Eiriksfoss fekk silvur í ringum og Aron Jacobsen fekk bronsu í paralellbarr. Nú kappingin hjá fimleikafólkunum er av, hava okkara fimleikafólk fingið tilsamans 14 heiðursmerki. Menninir 13 og kvinnurnar eitt. Kvinnurnar vóru í somu kapping sum menninir í dag, og í tveimum førum vóru tær ógviliga nær við at fáa heiðursmerki. Øssur Debes Eiriksfoss er tann stóri heiðursmerkjaslúkurin fyri Føroyar á hesum Oyggjaleikunum. Hann hevur vunnið átta heiðursmerki, sjey í fimleiki og eitt í hæddarlopi á frælsu ítróttarbreytini. Tað eru serliga teir nýútbúnu læararnir, sum merkja, at færri størv eru at søkja, skrivar Maria V. Hansen, nevndarlimur í Føroya Lærarafelag, á heimasíðuni hjá felagnum. Góðir møguleikar í Noregi Hyggja vit at grannalandinum Noregi, so sæst, at har eru ov fáir lærarar til at manna tey størv, ið eru tøk at seta. Okkurt um 9000 størv eru mannað við fólki uttan læraraprógv, tí ov fáir lærarar eru, skrivar Maria V. Hansen á heimasíðuni hjá lærarafelagnum. Lønin í Noregi er góð, og skattaprosentið er lágt, sigur Maria V. Hansen. Norðurlond hava í síni samstarvsavtalu gjørt eina avtalu, har tey góðtaka læraraútbúgvingarnar hjá hvør øðrum. Lærarar við føroyskum prógvum eru góðkendir á jøvnum føti við norskar lærarar sambært hesi avtalu. Einasta treytin er, at viðkomandi dugir norskt, um ikki beinanvegin, so innan 2 ár. Norska fiskirannsóknarstovan kannar makrel og sild og eftir tvær vikur verður boðað frá nógvum makreli og nógvum góðum árgangum, millum annað er árgangurin 2010 sera góður. Tvey skip, Libas og Eros, gera kanningarnar fyri norsku fiskirannsóknarstovuna. Tey eru ikki liðug enn. Eitt íslendskt skip leitar eisini eftir makreli og sild í íslendskum sjógvi. Sum heild nógvur makrelur Føroyar eru somuleiðis við í árligu kanningunum. Og føroyska kanningin endaði fyrr í vikuni. Nótaskipið Finnur Fríði varð leigað til at gera kanningina. Samanbera útslitini Hálvan august fara londini at samanbera úrslitini hjá øllum skipunum, sum vóru við í kanningini í summar. Og síðst í august fær ICES niðurstøðurnar og brúkar tær til at gera nýggjar stovnsmetingar av uppsjóvarfiskinum. Tað sigur ein forsøgn hjá amerikonskum og kinverskum granskarum. Forsøgin sigur, at eina ferð millum ár 2054 og 2058 verður eingin ísur við Norðpólin í september eftir at ísurin er tinaður um summarið Um onki verður gjørt Tað hendir, um líka nógv skaðilig evni sum higartil sleppa at ávirka veðurlagið. Granskararnir halda, at ísurin kann hvørva í nakrar mánaðir hvørt ár. Lægri bygningurin, ið vendur móti Badmintonhøllini skal allur gerast av nýggjum, samstundis sum bygningurin verður munandi breiðari. Í frásøgnini nemur Torkil Mørkøre, leiðari, eisiini við virksemið í svimjihøllini annars. Felagið sigur, at munurin millum almennu loysnina og privatu loysnina er fíggingin og kravið um avkast. Tí tey avgera bummgjaldið. Sambært viðmerkingunum til lógaruppskotið hjá tingfólkunum báðum tykist henda loysnin hava eitt betri samfelagsbúskaparligt úrslit, tí bummgjaldið sum skilst verður nógv minni enn í privatu loysnini. Kunnu spara 15 milliónir árliga Vinnulívið fer at spara 15 milliónir krónur um árið í bummgjøldum, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag. Felagið ger tó vart við, at tað hevur ikki eftirkannað, um útrokningarnar í lógaruppskotinum eru eftirfarandi. Føroya Arbeiðsgevarafelag ivast tó í, um tað er rætt at tengja Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin saman. Felagið sigur, at sama, hvussu víkur og vendir er avgerandi, at Eysturoyartunnilin verður gjørdur. Bæði uppskotini mugu viðgerast Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir tí til, at bæði lógaruppskotini verða viðgjørd saman í løgtinginum, so annað uppskotið ikki verður vrakað, uttan at hitt samstundis verður samtykt. Vanligt eru menniskju fødd við 23 pørum av kromosomum, sum geva 46 kromosom í hvørjari kyknu. Fólk við Down syndromi hava trý kromosom í staðin fyri tvey í hvørjum pari. Og tað er júst eyka kromosomið, sum tað hevur eydnast granskarum at gera óvirkið. Eyka kromosomið ávirkar innlæringsevni, og førir við sær sjúkueyðkenni sum alzheimers, blóðsjúkur og hjartabrek. Granskarliðið meinar, at menniskju við Down syndromi hava kognitivar trypulleikar, tí heilakyknurnar mennast seint orsakað av tí eyka kromisominum. Granskingin var gjørd við at seta eina ílegu, sum verður nevnd XIST, í eina upprunakyknu frá einum fólki við Down syndromi. Ílegan villleiðir kromosomini í kyknuni og megnar at sløkkja eyka kromosomið. Granskingarúrslitini verða ikki førd út í lívið enn, tí fleiri granskingar mugu til, áðrenn hetta verður roynt á menniskjum við down syndromi. Mateitranin í einum skúla í Bihar landslutinum í India fyrr í vikuni hevur higartil kravt 23 mannalív ndash 23 skúlabørn eru deyð. Í minsta lagi 25 skúlabørn stríðast framvegis fyri lívinum orsakað av mateitranini. Lat upp í 2010 Skúlin, har mateitranin fór fram, lat upp í 2010. Men hetta er ongin framkomin skúli. Sjálvur skúlin hevur bara eitt rúm, og hann er ógvuliga spartanskur í innrættingini. Onki ljós, onki wc, ongin køkur og ongar viftur eru í stundum ógvuliga heita rúminum. Maturin, sum fleiri skúlabørn doyðu av, varð gjørdur uttan fyri skúlan. Hetta er skipan, sum tað almenna stendur fyri, og endamálið er at børn ikki skulu svølta. Tá ið BBC vitjaði skúlan í gjár, lógu framvegis bøkur, pennar og posar við skúlatingum í ldquo skúlastovuni . Vindeygu og plastikkstólar hava ill foreldur knúst. Skúlastjórin horvin Tveir lærarar starvast á skúlanum, annar eru í farloyvi. Hin er sjálvur skúlastjórin, Meena Kumari. Og nú er Kumari horvin. Heim hennara er læst, og hvørki hon ella familja hennara er at finna. Kanning setast í verk Myndugleikarnir í India boða nú frá, at kanning skal setast í verk. Kenslumálaráðharrin, Mangel, gevur skúlastjóranum skyldina. Kokkurin á skúlanum skal hava ávarað stjóran um, at oljan, sum kokkurin varð biðin at nýta, var ikki sum hon skuldi. Men skúlastjórin kravdi børnini at eta kortini ndash og at eta upp. Misti fýra vinmenn 9 ára gamli Sujit Kumar sigur við BBC, at hann fer ongantíð aftur í skúla. Hann misti nevniliga 4 vinmenn, og 11 ára gamla systir hansara liggur sjúk á sjúkrahúsi. Suit sigur, at hann smakkaði matin hendan dagin, men helt hann smakka illa. Í staðin gav hann geituni hjá familjuni matin. Tá geitin gjørdist sjúk, segði hann mammu síni frá, og tá fór mamman runt í bygdini at boða frá. Greta Svabo Bech og sjeikurin eru nú búsitandi í Miðvági, har tey eisini gera sítt egna studio, eins og tey komandi mánaðirnar ætla at útgeva eitt nýtt staklag hvønn mánað. At enda í samrøðuni er brot úr nýggjasta staklagnum Shut up amp sing . Tíðirnar vóru 1. Erla Kongsdóttir 05 31.08 2. Blikur 05 42.01 3. Sílið 05 42.10 4. Jallurin 05 42.17 5. Ørnin 05 51.23 6. Firvaldur 05 57.15 7. Spógvin 06 02.20 Tíðirnar vóru 1. Jarnbardur 05 04.03 2. Gongurólvur 05 05.10 3. Sølmundur 05 06.11 4. Strálan 05 08.06 5. Herningur 05 08.15 6. Tvørabáturin 05 11.09 7. Riddarin 05 11.14 8. Rádni 05 12.20 9. Lómur 05 14.17 Tíðirnar vóru 1. Drekin 05 16.21 2. Jallurin 05 20.02 3. Royndin Fríða 05 20.07 4. Fípan Fagra 05 20.13 5. Blikur 05 27.11 6. Ternan 05 34.04 7. Sílið 06 05.17 Úrslitini gjørdust 1. Royndin Fríða 05 21.00 2. Drekin 05 21.16 3. Jallurin 05 22.15 4. Fípan Fagra 05 25.13 5. Blikur 05 34.13 6. Ternan 05 49.08 7. Frúgvin 05 59.11 Úrslitini gjørdust 1. Royndin Fríða 05 21.00 2. Drekin 05 21.16 3. Jallurin 05 22.15 4. Fípan Fagra 05 25.13 5. Blikur 05 34.13 6. Ternan 05 49.08 7. Frúgvin 05 59.11 Óli Olsen vitjar í Summarmorgni, har hann gevur okkum eitt innlit í nýggju bókina, eitt nú um sera vakra bátin Viðanes, ið er bygdur í Klaksvík í 1934 Í áheitanini á Fútarættin stendur, at teir báðir vilja ikki flyta við góðum, so tí biður Búnaðarstovan Fútarættin um hjálp at fáa teir úr húsunum og av festinum. 10. juni gav Búnaðarstovan Johan Dalsgaard og Rúna Jacobsen freist til 15.juli at fara úr Fámara. Fiskimálaráðið staðfesti avgerðina hjá Búnaðarstovuni. Hin 16.juli var Búnaðarstovan á festivitjan í Fámara, og fekk tá staðfest, at Johan Dalsgaard ætlar sær ikki at fara sjálvboðin av festinum. Tí er Fútarætturin biðin um hjálp. Fær Búnaðarstovan viðhald í Fútarættinum, kann Fútarætturin heita á politiið at hjálpa sær við at fremja úrskurðin hjá Fútarættinum, vilja fólkini framvegis ikki flyta úr Fámara. Sambært áheitanini á Fútarættin hevur Búnaðarstovan varhugan av, at Rakul Dalsgaard eisini býr í Fámara, men hennara skrásetti bústaður er tó aðrastaðni. Áheitanin á Fútarættin umfatar tí eisini hana. Trý av teimum fýra fólkunum, sum vórðu stungin, eru útskrivað av sjúkrahúsinum og hava verið til avhoyringar. Tey eru ein 65 ára gomul kvinna, ein 20 ára gomul kvinna og ein 16 ára gamal drongur. Tann 64 ára gamli maðurin, sum var ringast fyri eftir álopið, liggur framvegis á sjúkrahúsi. Støðan hjá honum er stabil, men hann hevur enn ikki verið til avhoyringar, sigur Berleif Brimvík. R ddin hevur enn eina ferð verið úti við myndatólinum og fanga nakrar av nakrar av litríku troyggjunum, ið eru at síggja á festivalinum. Tað er danski matvøruráðharrin, Mette Gjerskov, sum í dag veit at siga, at ES nevndin hevur givið limalondunum boð ætlaða uppskotið. Samráðingarvegurin Danska stjórnin heldur, at vit áttu at farið samráðingarvegin, og tí arbeiða vit hart fyri at fáa partarnar aftur til samráðingarborðið til tess at finna eina loysn, sum allir partar kunnu góðtaka, sigur matvøruráðharrin, Mette Gjerskov. Verða revsitiltøkini hjá ES sett í verk, merkir tað, at Føroyar ikki sleppa at selja sild og makrel á ES marknaðinum. Men tiltøkini verða eisini vend ímóti okkum sjálvum. ES londini sleppa ikki at selja skip og skipaútgerð til Føroyar. Landsstýrismaðurin stendur við sítt Landsstýrismadurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, heldur framvegis fast vid kravid um at, Føroyar skulu hava 17 prosent av samladu sildakvotuni. Vilja londini samrádast, kann tad koma uppá tal at slaka. Vangamyndin hevur einki við løgregluna at gera, tí løgreglan í Føroyum hevur onga vangamynd á Facebook. Tí vórðu stig beinanvegin tikin til at fáa vangamyndina stongda. Hóast Føroyar vóru aftan fyri 0 2 í settum og eisini aftan fyri 2 10 í fjórða setti, eydnaðist tað teimum at venda dystinum og vinna finaluna móti Saaremaa. Tey flestu sum vóru í høllini í Berkley Institute hildu, at finalan var avgjørd, tá Saaremaa var á odda 2 1 í settum, og eisini á odda 10 2 í fjórða setti. Men við einum ótrúligum liðavriki eydnaðist tað teimum føroysku at koma aftur í dystin. Tá fimta setti skuldi byrja vóru smíl á andlitunum hjá teimum føroysku, meðan tær hjá Saaremaa hingu við høvdinum. Úrslitið var eisini har eftir. Tað sum ikki eydnaðist í tvímansleiki hjá kvinnum, eydnaðist í dystinum beint aftaná. Rannvá Djurhuus Carlsson og Niklas Højgaard Eysturoy vunnu gull í blandaðum tvímansleiki í síðsta dystinum hjá føroysku badmintonleikarunum á Oyggjaleikunum í Bermuda. Tað var ein tættur og spennandi dystur móti Garbutt og Le Tocq av Guernsey. Guernsey vann fyrsta settið 21 19, men síðani vunnu Rannvá og Niklas annað sett 21 10. Síðsta og avgerandi settið gjørdist sera javnt og spennandi, men at enda drógu okkara fólk longra stráið og vunnu gull. Í tvímansleiki hjá kvinnum móti Clague og Callow av Guernsey, vóru systrarnar Brynhild og Rannvá Djurhuus Carlsson væl við í fyrsta setti. Tær fingu eina góða byrjan og vóru eisini frammanfyri 19 18, men taptu kortini. Annað sett vann Guernsey greitt og harvið eisini gullið. Hetta hevur verið ein góður dagur hjá Rannvá, tí hon hevur fingið trý heiðursmerki. Fyrr í dag var tað greitt, at hon eisini hevði fingið bronsu í einmansleiki hjá kvinnum, tí kvinnan av Guernsey, sum hon skuldi møta, tók seg aftur vegna skaða. Tað gjørdi samstundis, at Rannvá hevði størri orku til hinar báðar dystirnar. Heiðursmerkja toppskorarin hjá Føroyum á Oyggjaleikunum í Bermuda hevur vunnið eitt heiðursmerki afturat. Fyri løtu siðani vann Øssur silvur í trístøkk. Vit senda krimisøguna Brennivargurin . Bókin er ein skemtilig og spennandi krimisøga, sum Jógvan Isaksen hevur skrivað. Kúllarnir Kári og Rói ganga í 6.D í Kommunuskúlanum. Tað er ikki frítt fyri, at teimum dámar at arga lærarnar og ikki altíð við mykindum. Men teir fáa álvarsligari trupulleikar at takast við, tá ið teir saman við vinfólkunum Magnusi og Beintu seta sær fyri at fanga ein brennivarg, sum herjar í Havnini. Páll Daneilsen lesur. Landsstýrið hevur ikki enn avgjørt, hvussu tað skal svara boðunum, sum komu úr Brússel seinnapartin í gjár um handilsforðingar móti Føroyum. Gunnar Holm Jacobsen, deildarstjóri í Uttanríkistænastuni á Løgmansskrivstovuni, sigur, at endalig avgerð er ikki tikin. Men arbeitt verður við ymsum møguleikum. Ein møguleiki er at stevna ES inn fyri altjóða gerðarrætt, og løgmaður hevur fingið sjey milliónir krónur frá Fíggjarnevndini til tað, men stevningin er ikki send avstað. Samráðingarmøguleikin ber neyvan til, hóast bæði ES og Føroyar eru til reiðar at fara til samráðingarborðið í London, tí hini strandarlondini vilja ikki. Russland, sum hevur formansskapin í ár, sigur kortanei at samráðast aftur um 2013. Ísland hevur formansskapin næsta ár, og samráðingarnar um norðhavssildabýtið í 2014 verða nógv fyrr enn vanligt, tað verður longu fyrst í september. Tað kom óvart á føroysku Uttanríkistænastuna, at ES í gjár boðaði frá, at limalondini hava fingið uppskotið um handilsforðingar móti Føroyum, dagin eftir at Maria Damanaki, ES fiskivinnukommisserur, skrivaði til Jacob Vestergaard, landsstýrismann, at ES vil samráðast um sildabýtið. Handilsforðingarnar kunnu koma í gildi longu 8.august, tí tær verða møguliga samtyktar 31.juli og kunngjørdar 1.august. Danski matvøruráðharrin, Mette Gjerskov, sum eisini umsitur fiskivinnuna, kunngjørdi seinnapartin í gjár, at uppskotið um handilsforðingar er sent teimum 28 londunum í ES. Verða forðingarnar hjá ES settar í verk, sleppa Føroyar ikki at selja sild og makrel á ES marknaðinum. Og ES londini sleppa ikki at selja Føroyum skip ella útgerð til skip. Samtykkir ES at revsa Føroyar fyri sildina og møguliga eisini fyri makrelin seinni, noyðist Danmark sum ES land at vera við í boykottinum móti Føroyum. Annars brýtur Danmark ES lóggávuna. Og tá vænta politikarar og eygleiðarar, at nógv fer at standa á ríkisfelagsskapinum. Mjørkin, sum hevur verið nú í juli, er tann ringasti, hann veit um. Hann hevur arbeitt á flogvøllinum síðani 1979. Í Kastrup til dømis ber til hjá flogførum at seta seg, hóast sýnið bara er 200 metrar. Men útgerðin, sum tann flogvøllurin og aðrir við hava, er ikki egnað í Føroyum, tí flogvøllurin í Vágum er millum fjøll. Vit senda krimisøguna Brennivargurin . Bókin er ein skemtilig og spennandi krimisøga, sum Jógvan Isaksen hevur skrivað. Kúllarnir Kári og Rói ganga í 6.D í Kommunuskúlanum. Tað er ikki frítt fyri, at teimum dámar at arga lærarnar og ikki altíð við mykindum. Men teir fáa álvarsligari trupulleikar at takast við, tá ið teir saman við vinfólkunum Magnusi og Beintu seta sær fyri at fanga ein brennivarg, sum herjar í Havnini. Páll Daneilsen lesur. Í dag kl. 1125 fekk alarmsentralurin fráboðan um ein álvarliga ferðsluvanlukku á Sandavágshálsi í Vágum, har ein bilur við 3 fólkum fór út av vegnum. Umframt ambulansar og politi, bleiv klippútgerð frá sløkkiliðnum send á staði. Sum nevnt er talan um eina sera álvarsliga ferðsluvanlukku og vit senda nýtt tíðindaskriv, tá vit endaliga hava eyðmerkt tey skaddu og kunnað avvarðandi. quot Sum nevnt í fyrra tíðindaskrivi okkara, so var talan um sera álvarsliga ferðsluvanlukku. Allir tríggir persónarnir doyðu. Tveir persónar doyðu á staðnum og hin triði doyði seinni á Landsjúkrahúsinum. Tað heldur Framsókn, sum fer at leggja uppskot fyri løgtingið um at seta á stovn partafelagið Eysturoyartunnilin. Harumframt fer flokkurin at leggja fram eina verklagslóg, so farast kann undir arbeiðið beinanvegin. Framsókn heldur, at tunnilin skal gerast, og hann skal rekast og fíggjast eftir sama leisti sum bæði Vága og Norðaoyatunnilin. Prinsipielt er flokkurin fyri einari privatari loysn. Men fortreytin er, at ein privatur tunnil er ein skilabetri íløga enn ein almennur bæði hvat íløgukostnaði, fíggjarkostnaði og rakstri viðvíkur. Framsókn metir ikki, at tað sum higartil er upplýst frá Landsstýrinum um eina privata verkætlan livir upp til hesar fortreytir. Og flokkurin fýlist á mannagongdina í sambandi við tunnilsætlanina. Fólkaræðisliga er dulda mannagongdin í sambandi við ætlanina fullkomiliga burturvioð, sigur flokkurin. Framsókn ætlar at Partafelagið Eysturoyartunnilin skal fáa 200 milliónir krónur í partapeningi, sum verða játtaðar á fíggjarlógini yvir sjey ár. íløgan verður afturgoldin eftir sama leisti sum í Vága og Norðoyartunnlinum. Framsókn metir, at tað fer at taka hálvt annað til tvey ár at fyrirerika almenna partafelagið. Sostatt skal verkætlanin vera klár at bjóða ut í 2015. Sjálv tunnilsgerðin er mett at taka 3 4 ár, so tunnilin kann vera klárur at taka í nýtslu í 2018. Tað eru nógv ár síðani, at mjørkin hevur elvt til so nógvar seinkingar hjá Atlantsflogi sum í summar. Serliga hava nógvar seinkingar verið seinastu sjey dagarnar. Týsdagin í síðstu viku bíðaðu umleið 600 fólk eftir at sleppa um flogvøllin í Vágum, og hósdagin var ein framførsla avlýst á G festivalinum, tí ein bólkur ikki kom til landið. Lars Emil Johansen, landstingsformaður, handaði Ann heiðurstekinið í sambandi við at 250 ára dagurin hjá Ummanaq varð hátíðarhildin leygardagin. Ann Andreassen hevur útint eitt virðismikið og týðandi avrik sum leiðari á barnaheiminum. Men hon hevur eisini verið ein góður ambassadørur fyri Ummanaq og Grønland, segði Lars Emil Johansen við handanina sambært grønlendska kringvarpinum. Eisini ein hjálpari á barnaheiminum fekk heiðurstekin leygardagin. Grønlendski landsstýrisformaðurin, Aleqa Hammond, ið er ættað úr Ummannaq, fekk Narsornaat heiðurstekinið í gulli við sama høvið. Hans David Poulsen í Hesti var bakkamaður frá ungum árum. Tá tveir hestbátar gingu burtur, gjørdist hann faðirloysingur 14 ára gamal. Dávur noyddist at taka alt arbeiði upp á seg og eitt var at fara í bakkan. Klæmint Johannesen legði honum lag á. Sum fráleið fór hann til skips um várið og seinni flutti hann til Havnar, men frá ólavsøku og út á heystið var hann úti í Hesti. Niels Juel Arge var við honum undir Hestoynni í 1978. Tað eru boðini frá vakthavandi á politistøðini, tá spurt verður um fráboðanina um kynsligan ágang móti einari ungari kvinnu í Gøtu seinnapartin sunnudagin. Hendingini fór sambært IN.fo fram á einum kampingøki, sum varð brúkt í sambandi við G festivalin. Løgreglan fór alt fyri eitt á staðið og handtók nakrar mans í tjúgunum. Vakthavandi á politistøðini vil tó ikki vátta, at menninir eru latnir leysir, men sagt verður, at støða enn ikki er tikin til, um málið kemur fyri rættin. Mett verður um hetta í løtuni. Talan er um fólk úr øllum landinum. Mest eftirspurdu útbúgvingarnar eru til sosial ráðgeva, námsfrøðing, sjúkrarøktarfrøðing, fysioterapeut, lærara, ergoterapeut og bioanalytikara og útbúgvingar innan KT. Tað sigur Poul Villaume, søgufrøðingur á Københavns Universitet, nú tað eru tvey ár liðin, síðan 69 ungfólk vóru skotin til deyðis á Utøya. Hann sigur við danska Berlingske, at hendingin fer ikki at ávirka søgubøkurnar sum frálíður. Orsøkin er serliga, at brotsmaðurin var einsamallur um brotsgerðina, og at hendingin ikki var partur av einum størri samstarvi, sum tildømis yvirgangsatsóknin í USA tann 11. september. Utøya var ein einstøk hending, og tann støðan ger, at 22. juli verður bara ein fótnota í søgubókunum, sigur hann. Tað er eitt gott høvi at hugsa um ræðuleikan, sum hevði stóra ávirkan á norsku tjóðina. Tað eru slíkar dagar, at vit spyrja, hvat samfelag, vit vilja hava. Norðmenn svaraðu beinanvegin yvirganginum við tolsemi og opinleika, og tað var við til at vinna á ræðuleikanum, sigur hann. Høg ferð var eftir øllum at døma orsøkin til ferðsluvanlukkuna á Sandavágshálsi fyrrapartin í gjár, tá tríggir mans lótu lív. Tað váttar Kristina Kristiansen, vakthavandi á politistøðini í Havn. Teir tríggir, sum lótu lív í ferðsluvanlukkuni, vóru 55 ára gamli bilførarin, Hans Mortensen, 48 ára gamli Høgni Carlsson, KT maður og ein av leiðarunum fyri badmintonliðið á oyggjaleikunum, og 51 ára gamli Vilhjálmur Gregoriussen, formaður í badmintonsambandinum og stjóri á Vinnuháskúlanum. Sosialurin sigur seg eiga upphavsrættin til tilfarið og heldur upp á, at Føroya Tele hevur ikki heimild at selja tað víðari. Sosialurin ætlar sær í rættin við málinum, um neyðugt. Anna Maria Dam Ziska og Mia H. Smith hava tikið myndir og stílað. Saman hava tær ein blogg, har tú kanst síggja fleiri myndarøðir. Leiðarin í norska AUF, sum er ungmannafelagið hjá norska Arbeiðaraflokkinum, vil hava at alheimurin minnist dagin 22. juli fyri tveimum árum síðan, tá illgerðarmaðurin, Anders Behring Breivik, skjeyt fólk frá hond. Eg eri vísur í, at politiska sjónarhornið við 22. juli fer at hava stóran týdning í framtíðini, sigur Eskil Pedersen við norska blaðið Klassekampen. Hugmyndafrøði 69 fólk vórðu skotin til deyðis á Útøya hin 22. juli í 2011. Og AUF leiðarin heldur tað vera heilt náttúrligt, at kjakið higartil hevur snúð seg um løgreglu og tilbúgving. Men Eskil Pedersen heldur, at spurningurin um hugmyndafrøðiliga ideologiska veðurlagið, sum illgerðarmaðurin ferðaðist í, ikki hevur verið tikið í nóg stórum álvara. 22. juli var eitt politiskt álop so tað forslær. Yvirgangsatsóknin var eitt álop á ein politiskan flokk, og orsøkin til álopið var mótstøða móti førda politikkinum, sum snýrs seg um margfeldni og eitt fleirmenta samfelag. Tí noyðast vit eisini at síggja sorgarleikin á Utøya 22. juli í politiskum samanhangi, sigur leiðarin í AUF, Eskil Pedersen. Uppgerð við ekstremismu Leiðarin í AUF heldur ongan av politisku flokkunum í Noregi hava gjørt nóg mikið við at gera upp við ekstremismu og víðgongdan hugburð til innflytarar og minnilutabólkar. Hann vísir á, at illgerðarmaður, Anders Behring Breivik, var víðgongdur rasistur, sum í nógv ár legði til rættis at steðga útveganini av nýggjum limum til Arbeiðaraflokkin. Russland, sum hevur formansskapin í ár í samstarvinum millum strandalondini, sigur kortanei. Russland sendir eingi fundarboð um nýggjar samráðingar um býtið í 2013. Norra og Ísland nokta eisini Og Norra og Ísland vilja heldur ikki samráðast um 2013, tí nøkur skip hava longu fiskað kvotuna, tey fingu í ár. Tað byrjar við, at russiski samráðingarleiðarin, Yuri Lepesevich, vísir aftur at boða til fundar í síðstu viku. Tað gjørdi hann 12.juli. Mugu taka annað skinn um bak Sama dagin svarar íslendski samráðingarleiðarin, Kristján Freyr Helgason, at hann er samdur við russiska starvsfelagan. Hann sigur eisini, at tað einasta, Føroyar kunnu gera fyri at endurskoða sína kvotu í 2013, er at taka annað skinn um bak og fara undir samráðingar fyri næstu árini. Og dagin eftir, 13.juli, svarar Sigrun Holst úr Norra, at í Norra er sildakvotan fyri 2013 longu býtt millum skipini. Og Føroyar eiga at strika hækkaðu kvotuna fyri 2013, sigur Sigrun Holst. Flyta tíðarskeiðið fyri fundin Men londini taka undir við einum semingsuppskoti úr Íslandi, sum er at flyta samráðingarfundin fyri 2014 og árini eftir 2014 hálvan annan mánað, so hann verður fyrst í september í staðin fyri hálvan oktober. Ísland hevur formansskapin í 2014. Íslendska uppskotið er at hava fund í London 2. og 3.september. Føroyar hava ongan góðan Føroya hava ongan góðan, tá talan er um sildakvotuna fyri 2013, sum er 17 prosent av tí, sum fiskifrøðingar halda er ráðiligt at fiska. Hini londini siga, at føroyski luturin er knappliga 5,2 prosent. Í einum brævi frá Steingrími J. Sigfússyni 26. mars Sigfússon var fiskimálaráðharri í Íslandi tá til Jacob Vestergaard, harmast ráðharrin um føroysku sildakvotuna. Royndir vísa, at tað kann taka langa tíð at fáa nýggja semju um býtið, nú Føroyar hava sett semjuna frá 2007 til viks. Torført at endurskoða býtið Tað kann væl vera, at neyðugt er endurskoða býtið, men eg stúri fyri, at føroyska avgerðin fer at gera tað torført at endurskoða býtið. Serliga, tá hugsað verður um, at stovnurin hjá norðhavssildini er minkaður niður í helvt seinastu fýra árini. Veiðan nú byggir á tríggjar sterkar árgangir, sum skjótt hvørva úr fiskiskapinum og lítið legst afturat, sigur Steingrímur J. Sigfússon í brævinum til Jacob Vestergaard. Bretska kringvarpið BBC skrivar, at almenna fráboðanin kom nakað seinni í gjárkvøldið, og at móðir og barn hava tað gott. Hertogin ella William prinsur var hjástaddur, tá sonurin varð føddur. Errin abbi Abbin, Charles prinsur, sigur seg vera bæði ernan og glaðan um at vera blivin abbi fyri fyrstu ferð, veit BBC at siga. Arbejdernes Landsbank Arbejdernes Landsbank noktaði at stovna eina innlánskontu, tí bankin fekk ikki upplýsingar um skuldina hjá tí, sum vildi hava kontuna. Men Fíggjareftirlitið sigur, at bankanum nýtist ikki at vita, hvørja skuld, fólk hava, vilja tey stovna innlánskontu, heldur ikki, um víst verður til lógina um at hvítvaska pengar. Ósømiligur atburður Fíggjareftirlitið sigur, at ein saklig grund fyri at nokta fólki at stovna innlánskontu, kann vera, at fólk hava borið seg ósømiliga at í bankanum. Arbejdernes Landsbank hevur fingið boð um at broyta sínar mannagongdir viðvíkjandi spurningum til teirra, sum vilja stovna innlánskontu. Í løtuni arbeiða fýra sálarfrøðingar við at veita og skipa kreppuhjálp til tey, ið vórðu rakt av ferðsluvanlukkuni á Sandavágshálsi fyrradagin. Fólk eru rakt av hesum á ymsan hátt, og tí er tørvurin á kreppuhjálp ikki tann sami hjá øllum, sigur Heri Kragesteen, sum er ein av fýra sálarfrøðingum, ið arbeiða við at veita og skipa kreppuhjálpina til teirra, ið vórðu rakt av vanlukkuni. Longu frá fyrsta kappingardegi sást, at dugur var í føroyskum íðkarum, sum saman við venjarum, leiðarum og fyriskiparum bóru Merkið høgt og umboðaðu okkum væl. Ikki minst tí øll høvdu fyrireikað seg væl til ferðina og kappingarnar. Vit vóru sera stolt av flottu føroysku avrikunum. Sigursmóttøkur vóru fyriskipaðar av teimum, sum spent høvdu fylgt leikunum heimanífrá og sum nú ynsktu at heiðra íðkarum, sum komu heimaftur við heiðursmerkjum. Men brádliga varð alt øðrvísi, tá ferðsluvanlukkan hendi á Sandavágshálsi, og tveir av okkara ítróttarleiðarum og hýrivognsførari teirra lótu lív. Gleði broyttist til svára óskiljandi sorg, sum hevur rakt okkum øll. Føroyski ítróttaheimurin hevur mist og allar Føroyar eru í sorg. Men størst er sorgin hjá teimum nærmastu, sum hava mist ein av sínum kæru. Má Harrin styrkja tykkum í sorgini og signa tykkum frameftir á lívsleiðini. Minnini um Høgna Carlsson og Vilhjálm Gregoriussen, sum fyrimyndarliga gingu á odda sum fyriskiparar innan badmintonítróttin, fara at liva víðari innan føroyska ítróttaheimin. Alt tað góða teir gjørdu á ferðini á Bermuda. Teirra stóra arbeiði innan ítróttin sum heild og teirra nærlagni og avrik í dagliga yrki og í lívi er dýrgripur, vit fara at minnast. Við hesum fáu orðum fari eg sum landsstýrismaður í mentamálum og varðandi av ítróttinum, vegna Føroya Landsstýri at lýsa frið yvir minni um teir, sum farnir eru. Mikudagin tann 24. juli kl. 14.00 verður fyrsta almenna sýning av tónleikaævintýrinum ldquo Veiða vind á Karavella Marionett Teatri. Sýningarnar verða á gamla Náttúrugripasavninum. Fleiri túsund føroysk og íslendsk børn hava upplivað søguna saman við stórslignum symfoniorkestri, og nógv hava eisini lisið bókina, men enn hevur ongin sæð livandi persónar spæla hana. Tann 24. Juli fáa føroysk børn møguleika at síggja lítlabeiggja fara út at veiða vind og møta ævintýrunum í hugaheimi sínum. Tey hitta stórabeiggja og systir, sum eru um hann, uttan at hann varnast tað. Drekin fer at flúgva um pallin, alt meðan vakri tónleikurin hjá Kára Bæk spælir undir. Í 2011 spældi Føroya Symfoniorkestur fyrstu ferð tónleikaævintýrið á barnakonsertunum. Verkið var bílagt frá tónasmiðinum Kára Bæk og høvundanum Rakel Helmsdal, og Janus á Húsagarði var síðani biðin at gera myndir til søguna. Bókin við søgu, myndum og fløgu við tónleikinum kom út á Bókadeildini um sama mundið. Í mai í ár varð verkið framført í Hørpu av íslendska symfoniorkestinum, og bókin kom út á íslendska Forlagnum. Hetta er triðja leikverk hjá Karavella Marionett Teatri, sum Rakel Helmdal setti á stovn í 2011. Rakel Helmsdal hevur skrivað leikrit og er marionettførari. Hedvig Westerlund Kapnas hevur leikstjórnað. Hesar fyrstu sýningarnar av Veiða vind vera á einum sera forkunnugum stað, nevniliga á gamla Náttúrugripasavninum yvirav Føroyamálsdeildini hjá Fróðskaparsetrinum í vakra umhvørvinum á Debesartrøð. Fjúrtanda árið á rað skipar Lions Club Tórshavn fyri stórari listaframsýning á ólavsøku, og hesa ferð fara 46 listafólk at sýna fram eini 130 listaverk í M llers Pakkhúsi M llers Pakkhús hevur flestu árini verið karmur um framsýningina, ið plagar at vera væl vitjað Ágóðin til Beran Í ár fer ágóðin til Beran, sum hevur til endamáls at geva børnum og ungum, ið hava mist foreldur og ella systkin við deyða, eitt forum, har tey kunnu møtast og práta við javnlík. Hetta arbeiði verður gjørt við sjálvhjálparbólkum, sum skulu virka fyri, at børnini og tey ungu, sum frálíður, gerast betur før fyri at handfara sorgina yvir mist foreldur ella systkin. Serligur vinningur Eins og undanfarin ár umboðar framsýningin myndlist í orðsins breiðasta týdningi, tí við á framsýningini eru bæði olju og akrylmálningar, umframt vatnlitsmyndir, tekningar av ymsum slagi og standmyndir. Hartil er breiddin í skaranum av listafólkum eisini stór, tí talan er bæði um kend og minni kend listafólk. Í sambandi við framsýningina verður seldur ein lutaseðil, har vinningurin er ein málningur eftir Kára Svensson. Sum nakað nýtt er tað Eik Banki, ið hevur stuðlað vinningin, ið hevur eitt virði á umleið 22.000 krónur. Ólavsøkuframsýningin hjá Lions Club Tórshavn letur upp í M llers Pakkhúsi fríggjadagin 26. juli klokkan 16.00 og er opin alla ólavsøkuna. Tað var um middagsleitið í gjár, at Tjaldrið fekk fráboðanina og fór at sigla móti Fønix, sum tá var staddur einar 50 fjórðingar úr Mýlingi. Manningin umborð á Trio roynir rógva allan teinin tvørtur um Indiska havið, úr Avstralia til oynna Mauritius. Tað er ein teinur upp á í alt 6500 km, og sambært trip.fo koma teir niður um 1.000 fjórðingar í dag, um ferðin hjá teimum heldur. Ein leyslig meting vísir, at Livar og hinir hava einar 15 20 dagar eftir at rógva í, um líkindini verða hampilig. Sambært heimasíðuni svimjing.com skrivar svimjiserfrøðingurin, John Lohn, at Sun Yang er greiður favorittur til gullið í báðum greinum, meðan Ryan Cochrane, Connor Jaeger, Gergo Kis, Gregorio Patrinieri og Pál Joensen fara at kappast um hini heiðursmerkini í 800 frí. Og hann væntar, at Ryan Cochrane, Connor Jaeger, Oussama Mellouli, Gergo Kis, Pál Joensen og Jordan Harrison fara at kappast um gullið í 1500 frí. Á svimjing.com verður hetta sagt at vera rættiliga merkisvert, tí at Pál ikki hevur svomið nakra serliga sterka tíð í hesum greinum á langgeil, hetta seinasta árið. Pál Joensen skal svimja innleiðandi kappingina í 800 metrum týsdagin 30. juli, og sjálv finalan verður dagin eftir. Og leygardagin 3. august verður so innleiðandi svimjingin á 1.500 metrum. Góðar venjingarumstøður Rókur í Jákupsstovu, næstformaður í Svimjisambandinum, og viðmerkjari, sigur, at hann hevur onga hóming av, hvussu tað kemur at ganga. Hann vísir á heimasíðuni, svimjing.com, á, at umstøðurnar hjá Páli eru heilt øðrvísi. Nýtt land, nýggir venjarar og munandi betri venjingarumstøður. Eg vóni, at hann svimur eins frítt og hann gjørdi í 2008 og 2011, tá trýstið ikki var so stórt á honum, sigur Jón Bjarnason, sambært in.fo. Andlát verða lisin tvær ferðir í útvarpinum. Jarðarferðir kunnu lesast meira enn tvær ferðir um avvarðandi ynskja tað. Tað er ókeypis at lýsa andlát og jarðarferðir í útvarpinum. Andlát skulu sendast við telduposti til of.fvk taldna Kringvarpið tilskilar sær rættin til at fremja málsligar broytingar í tekstinum samsvarandi galdandi almennum stavsetingar og bendingarreglum, sum eru at finna hjá Málráðnum. malrad.fo Hesar upplýsingar skulu sendast Teksturin, sum skal lesast andlát og jarðarferð Nær andlát og jarðarferð skulu lesast Navn og telefonnummar á persóni, sum sendir andlátið inn Freistir Senditíð Innlatingarfreist Mán. frí. 12 35 og 18 15 kl. 11 30 og kl. 17 30 sama dag Leygardag 12 30 og 18 10 kl. 11 30 og kl. 13 30 sama dag Sunnudag 14 10 og 18 10 kl. 13 sama dag Halgidagar 14 10 og 18 10 kl. 13 sama dag Andlát verða løgd á heimasíðu okkara stutt eftir, at tey eru lisin. Tó verða andlát, sum eru móttikin millum klokkan 13 30 leygardag og klokkan 13 sunnudag, ikki løgd á heimasíðuna fyrr enn mánamorgun. Samráðingarumfarið við hini strandalondini í september kann verða umráðandi fyri Føroyar í trætuni við ES. Uttanríkistænastan arbeiðir enn við ymsum møguleikum, nú ES nevndin fer at leggja fram uppskot um revsitiltøk fyri Føroyar til atkvøðu tann 31. juli. Stendur tað til ES, koma handilsforðingarnar í gildi tann 8. august. Tað ber í sær, at revsitiltøkini eru í gildi, tá strandalondini hittast á fundi fyrst í september. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sigur við Útvarpið í dag, at landsstýrið samskiftir enn við ES, men tað er lítið, sum bendir á, at revsitiltøkini verða útsett, til samráðingarumfarið í september hevur verið. Hann sigur, at samráðingarumfarið í september kann gerast týdningarmikið fyri Føroyar. Tá verður høvi hjá føroyingum at grundgeva fyri sínari støðu, og tað kann vónandi ávirka hini strandalondini. Landsstýrismaðurin vísir á, at Føroyar ætla ikki at slaka stórvegis í sínum krøvum. Annars fer tíðin at vísa, hvussu hetta fer at laga seg. Vit kenna tað so, at hini londini vilja ikki lurta eftir okkum, men vit ætla at greiða gjølla frá okkara støðu á fundinum í september. Annars bíða vit enn eftir, at tiltøkini verða endaliga sett í verk. Vit fáa ikki gjørt stórvegis annað í løtuni, sigur Jacob Vestergaard. Landsstýrið hevur umrøtt møguleikan at stevna ES inn fyri altjóða gerðarætt, og løgmaður hevur fingið sjey milliónir krónur frá Fíggjarnevndini til tað. Enn fæst ikki at vita, nær ætlanin er at stevna. Verða revsitiltøkini hjá ES sett í verk, fer tað at bera í sær, at Føroyar sleppa ikki at selja sild og makrel á ES marknaðinum, og ES londini sleppa heldur ikki at selja skip og skipaútgerð til Føroya. Verður føðideildin á Suðuroyar sjúkrahúsi verður niðurløgd, má støða til eina og hvørja tíð takast til, hvussu besti tryggleiki verður veittur borgarum í Suðuroynni. Tað heldur Ronnie Midjord, stjóri á Suðuroyar sjúkrahúsi. Karsten Hansen, landsstýrismaður er nú farin at kanna, um føðideildin á Suðuroyar sjúkrahúsi skal leggjast niður, eins og gjørt varð við føðideildina á Klaksvíkar sjúkrahúsi í 2010. Men sama hvat verður gjørt, eigur trygdin hjá borgarunum í Suðuroynni at havast í huga, ger Ronnie Midjord, stjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi, vart við í hoyringarsvari til Heilsumálaráðið, sum Kringvarpið hevur fingið innlit í. Í hoyringarsvarinum til Heilsumálaráðið í apríl í ár, tekur Ronnnie Midjord ikki fakliga støðu til, hvat rættast er at gera, er um føðideildin á Suðuroyar sjúkrahúsi skal leggjast niður ella ikki, men sjúkrahússtjórin, skrivar, quot uttan mun til hvat gjørt verður, so vil tað eftir míni bestu sannføring altíð fara at koma fyri, at føðingar fara at verða her á staðnum við jøvnum millumbilum, og havandi í huga ta fjarstøðu, vit liggja í, má tað til eina og hvørja tíð takast støða til, hvussu besti tryggleiki verður veittur borgarum her í oynni. quot Tað var herverkið á standmyndirnar hjá Steinunn Thórarinsdóttir ymsastaðni í býnum herfyri, ið var orsøkin til, at kommunan tók avgerð um at seta vakmyndatól upp á útsettum støðum í býnum. Heðin Mortensen, borgarstjóri, hevur fyrr greitt frá í útvarpinum, at løgreglan kann brúka vakmyndirnar, um herverk ella annað brotsverk er farið fram. Við portalin in.fo í dag sigur Heðin Mortensen, at ongar ætlanir eru um at almannakunngera, hvar myndatólini eru, quot tí so verða tey skrødd niður alt fyri eitt quot . Forðingar verða væntandi settar móti at selja sild og makrel úr Føroyum í ES, og at selja fiskiskip og útgerð til fiskiskip úr ES til Føroya. Og enn er framvegis einki frætt um, hvat landsstýrið ætlar at gera við tað. Fyri tveimum vikum síðani, 10.juli, varð Fíggjarnevndin kallað saman í óðum verkum at geva løgmanni sjey milliónir krónur at stevna ES inn fyri ein altjóða gerðarrætt. Málið hevði stóran skund, tí stevningin skuldi av stað mánadagin 15.juli. Hon er ikki farin enn, sambært Uttanríkistænastuni á Løgmansskrivstovuni. Játtanin hevði so stóran týdning, at kravið um útreiðslu nøvtralitet noyddist at víkja. Løgmaður varð ikki biðin at spara sjey milliónir aðra staðni í sínari játtan. Eingin, hvørki politikarar ella embætisfólk, fáast at siga, hvussu Føroyar ætla at bera seg at móti hóttanini frá ES. Einari hóttan, sum kann gerast veruleiki u m góðar tvær vikur. Í fíggjarnevndarskjalinum, sum Fíggjarnevndin viðgjørdi mikumorgunin 10.juli, ásannar landsstýrið, at tað fer ikki at eydnast at fáa ES at taka aftur handilsforðingarnar móti Føroyum. Tí bað løgmaður um sjey milliónir krónur at fáa ein altjóða gerðarrætt at avgera, um ES kann seta Føroyum handilsforðingar. Pengarnir skulu brúkast til uttanhýsis serfrøði. Og tann serfrøðin var longu funnin tá, 10.juli, talan er um avstralska professaran James Crawford. Ein møguleiki er, at tey á Løgmansskrivstovuni bíða fyri at vita, um ES eisini fer at seta handilsforðingar móti bæði Føroyum og Íslandi viðvíkjandi makrelinum. Og so taka alt um eina leið tá, bæði sild og makrel. Á tíðindafundi 16.juli segði Maria Damanaki, ES fiskivinnukommisserur, at meira verður at frætta um makrelin fyri summarfrítíðina. Og summarfrítíðin hjá ES byrjar 1.august Mótmælisfólkini leggja politisku skipanina undir at vera eitt fámannaveldi, og ráðharrarnar og tingmenninir undir at vera korruptar. Mannamúgvan savnaðist uttan fyri tinghúsið í høvuðsstaðnum, har politikarar vóru staddir. Samanbresturin við løgregluna varð ógvusligur. Átta fólk og tveir løgreglumenn komu til skaða. Onnur 200 vóru handtikin. Friðarligar mótmælisgongur hava verið í Bulgaria seinastu 40 dagarnar. Fólkini krevja, at stjórnin, sum tók við valdinum í mai, skal frá. Hetta var kortini fyrstu ferð, at mótmælisfólkini bresta saman við løgregluna. Forsetin Rosen Plevneliev hevur sagt við almennu sjónvarpsrásina BNT , at friður skal ráða. Hann hevur heitt á mótmælisfólkini um at binda frið, so meira órógv ikki stendst av samanbrestinum. Stjórnarskiftið var í Bulgaria í mai. Tá legði konservativa stjórnin hjá Boyko Borisov frá sær eftir ógvusligar mótmælisgongur. Fólkini kravdu tá, at stjórnin tjóðartekur el veitingarfeløgini fyri at hava tamarhald á el prísunum, men tað hevur stjórnin higartil noktað. Tað eru fólkini, sum lata politikarum valdið. Tað má stjórnin virða, sigur hann. Tað sama segði Borisov, tá stjórnin hjá honum legði frá sær í februar. Vantandi úrslit er orsøkin til, at nevndin í TB nú fer at seta annan venjara. Tvørámenn hava fingið tvey stig burtur úr seinastu fimm landskappingardystunum, og liðið hevur ikki vunnið ein landskappingardyst síðan 26. mai. Enn er ikki greitt, hvør tekur við sum venjari eftir Hans Fróða Hansen. Suðurrás skrivar, at Bill McLeod Jacobsen stendur fyribils fyri venjingunum næstu tvær vikurnar, tá avtala ætlandi er fingin í lag við annan venjara. Nógv fólk var á bryggjuni og tók í móti teimum fýra íslendingunum, sum høvdu róð úr Kirkwall í Orknoyggjunum í hálvt fjórða samdøgur. Innivist í Porkeri Íslendingarnar hava fingið innivist hjá fólki í Porkeri. Og í kvøld klokkan sjey skipar bygdarráðið í Porkeri fyri móttøku í Húsinum við Á, har sum manningin á Øyduri eisini fer at siga frá ferðini. Næsta ár er so ætlanin at rógva úr Íslandi til Grønlands og Kanada. Ferðin byrjaði í Norra 10.juni og eina viku seinni koma teir til Kirkwall. Har bíðaðu teir í ein góðan mánað eftir líkindum at halda fram til Føroya. Fyrstu ferð slík svimjing var fyriskipað var á ólavsøku í 1912. Svomið var á sjónum fram til 1934, tá fyrsti hylurin í Gundadali stóð liðugur. Síðani hevur bara verið svomið á sjónum av og á. Næstformaðurin í uttanríkis og verjunevndini í norska Stórtinginum, Snorre Valen, limur í Sosialistiska Vinstraflokkinum, heldur, at teir báðir skulu luta friðarheiðursløn Nobels í millum sín í 2014. Avdúking endaði Irak kríggið Bradley Manning hevur avdúka skjøl, sum vóru við til at enda Irak kríggið. Hann avdúkaði eisini ágang, sum heimurin átti at vita. Edward Snowden hevur avdúkað umfatandi avlurting, sum vit øll eru offur fyri í heitinum ldquo stríðið ímóti yvirgangi , sigur Snorre Valen. Svenskur professari Svenski professarin í sosiologi, Stefan Svallfors, útnevndi í farnu viku eisini Snowden. Frammanundan hevur norðurírski friðaraktivisturin og friðarheiðurslønarmóttakarin, Mairead Corrigan Maguire, útnevnt Manning sum møguligan friðarheiðurlønarmóttakara. Valen skrivar í grundgevingunum, at hann í útgangsstøðinum ikki tekur undir við at leka loyniligar upplýsingar, men han heldur avdúkarar vera týdningarmiklar at verja almenningin móti ólógligari avlurting. Hann metir, at USA jagstrar beinleiðis teir báðar avdúkararnar. Jóannes Eidesgaard hevur fyrr millum annað verið løgmaður og landsstýrismaður í fíggjarmálum. Hann loysir av Óla Heinesen úr Klaksvík, sum hevur sitið í stjórnini fyri Realin seinastu 25 árini. Tað er ov leingi, viðgongur stjórin á Akstovuni. Men 41 dagar eru ikki tríggir mánaðir, sum ein koyrilærari segði við Útvarpið leygardagin. Vit trúgva eisini uppá, at við fólkavøkstri kemur búskaparvøkstur, ein ríkari mentan, trivnaður og ein enn størri atdráttarmegi sum samfelag. Vit trúgva eisini uppá, at okkara útisetar eru ein partur av loysnini, og at tað er her heima, at teir kunnu gera mun. Soleiðis stendur í endamálsorðingini hjá átakinum ldquo Vit velja Føroyar , sum Kommunusamskipan Føroya og 10 føroyskar vinnufyritøkur hava tikið stig til, og sum fer av bakkastokki á ólavsøku. Átakið skal komandi árini vera við til at venda skeivu gongdini og aftur geva føroyingum hug og orsøkir at búgva og virka í Føroyum. Tað er ein sannroynd, at fólkatalið støðugt minkar, og annarhvør føroyingur, sum fer av landinum at lesa, verður verandi uttanlands. Avbjóðingin er stór, men vit vilja vera við til at venda gongdini. Staðfesting og áheitan Í heitinum Vit velja Føroyar liggur bæði ein staðfesting og ein áheitan. Tað er ein staðfesting av, at tey, sum hava valt at liva teirra lív í Føroyum, fingið arbeiði, hava stovnað fyritøkur og skapt sær fortreytir, hava valt Føroyar. Men tað er samstundis eisin ein áheitan á okkara útisetar og lesandi, sum enn ikki hava valt, ella ivast í, hvat tey skulu velja, um at síggja Føroyar sum ein sjálvsagdan møguleika, siga tey í Vit velja Føroyar . Undirskrivað tíðindabrævið hava Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, og Eyðun Christiansen, alaðskrivari í Kommunusamskipan Føroya. Herfyri søkti felagið eftir kunningarráðgeva við freist at søkja 3. juli. Vælskikkaðir umsøkjarar søktu, og nevndin hevur avgjørt at seta Dánjal Højgaard, sum bæði er útbúgvin journalistur og løgfrøðingur, í starvið. Dánjal Højgaard byrjar í starvinum fyrsta september, og vit bjóða honum hjartaliga vælkomnum og gleða okkum til samstarvið, skrivar Starvsmannafelagið á heimasíðu síni. Á fleiri fundum Amerikansku leitistjórarnar hava havt fund við leiðsluna í Statoil og hava eisini verið á fundi við Petur Joensen, stjóra á Jarðfeingi. Brugdan fyrst Fyrst verður borað á økinum, sum eitur Brugdan, sum liggur á landgrunninum. Her er talan um at gera ta boringina lidna, sum varð steðgað og útsett í fjør vegna veður og tøkniligar trupulleikar. Byrjað verður komandi vár. Tá tann boringin er liðug, verður farið undir eina heilt nýggja boring á økinum, sum eitur Súlan Stelkur, ið liggur skamt frá bretska markinum. Veldug íløga Talan er um størstu einstøku íløguna í Føroyum nakrantíð, og fer at kosta umleið hálvaaðru milliard krónur, sambært oljan.fo. Rúni M. Hansen, stjóri í Statoil, sigur við portalin, at ætlanin er at brúka føroyskar veitarar í sambandi við boringarnar næsta ár um føroyingar annars eru kappingarførir. Tað er virðið á føroysku sildini og føroyska makrelinum, sum fóru til ES í fjør. Av hesum er fiskur fyri yvir 600 milliónir krónur, sum fer gjøgnum ES til onnur lond, millum annað lond í Afrika. Tølini hevur danska stjórnin frá Hagstovuni í Føroyum. Danska matvørumálaráðið kunnaði í gjár Evropanevndina hjá fólkatinginum um komandi handilsstongsulin móti Føroyum. Meiriluti fyri tiltøkunum ES nevndin fyri fiskivinnu og aling fer mikudagin í næstu viku at samtykkja at revsa Føroyar fyri sildakvotuna í ár. Tað hendir, hóast Danmark fer at atkvøða ímóti, tí, sum Evropanevndin fekk at vita í gjár, Danmark hugsar um ríkisfelagsskapin. Danska stjórnin tekur undir við landsstýrinum, sum hevur nevnt møguleikan at brúka semingsmøguleikan í altjóða havrættarsáttmálanum hjá ST. Danska stjórnin veit, at millum annað Bretland, Írland, Spania og Frakland fara at atkvøða fyri tiltøkunum móti Føroyum. Og við at spyrja sendistovurnar hjá Danmark í ES londunum og við at lesa fundarfrásagnir frá fundum hjá ES ráðnum um fiskivinnu, væntar stjórnin, at neyðugi meiriluti verður fyri revsitiltøkunum móti Føroyum. Uppskotið verður samtykt, hóast Danmark atkvøður ímóti, er niðurstøðan hjá stjórnini. Í fjør landaðu føroysk skip bara 262 tons av sild og ongan makrel í Danmark. Landsstýrisfundir í dag Enn hevur landsstýrið ikki boðað frá, hvussu landsstýrið ætlar at verja Føroyar móti revsingini hjá ES. Men Annika Olsen, varaløgmaður, ætlar at leggja málið fyri landsstýrið, sum hevur fund í dag. Annika Olsen skrivaði á Facebook í gjárkvøldið, at quot sum virkandi løgmaður fari eg á landsstýrisfundi í morgin at taka upp álvarsliga málið um ES revsiátakið mótvegis Føroyum. Tað er umráðandi, at samlaða landsstýrið fær høvi at umrøða hvørjir kostir eru í at velja, og hvussu vit fáa Føroyar best burturúr hesi størstu politisku avbjóðing í nýggjari tíð, quot skrivar Annika Olsen. Í uppritinum, sum Evropanevndin hjá fólkatinginum fekk frá Matvørumálaráðnum í gjár, er neyvt tilskilað, hvat handilsstongsulin umfatar. Forboð verður móti at innflyta sild og makrel ella vørur, gjørdar úr sild ella makreli, til ES eisini fisk, sum skal víðari til lond uttan fyri ES. Forboðið er galdandi fyri øll skip, sum fiska við føroyskum loyvi. Hesi skip ella skip, sum flyta sild og makrel úr Føroyum, sleppa ikki at brúka ES havnir. Forboðið er galdandi fyri 14 vørusløg í tolllógini hjá ES, tá ræður um norðhavssild, og átta makrelsløg. Forboðið verður ikki galdandi fyri mjøl og lýsi. Og ES sleppur ikki at selja Føroyum skip, sum fiska sild, reiðskap ella annað, sum krevst fyri at fiska norðhavsild í føroyskum sjógvi. Handilsstongsulin fer eisini at umfata havnir í Danmark og í hinum báðum Norðurlondunum í ES, Svøríki og Finnlandi. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sigur, at eingin hevur søkt um loyvi fara til Grønlands eftir makreli og sild, so Fiskimálaráðið hevur ikki havt fyri neyðini at tikið støðu til spurningin higartil í ár. Men í fjør segði Fiskimálaráðið nei, tí tað heldur ikki, at Føroyar skulu eiga lut í grønlendsku uppsjóvarvinnuni. Íslendsk í Eysturgrønlandi Ísland segði eisini nei í fjør, tí íslendska stjórnin stúrdi fyri, hvat ES og Norra fóru at siga. Men í ár er eingin slík stúran í Íslandi. Nú sleppa íslendsk skip at fiska makrel við Eysturgrønland. Hóast Grønland ikki er við í nøkrum avtalum um norðhavssild og makrel, hevur Grønland ásett sær 15 túsund tons av makreli og 10 túsund tons av sild í ár. Men uppsjóvarfiskur er í grønlendskum sjógvi, og tí hevur landsstýrið givið loyvi til royndarfiskiskap fyri at vita, hvussu nógv er til av sild, makreli og svartkjafti. Talan er tí ikki um vinnuligan fiskiskap, og tí er ikki neyðugt at samráðast við onnur lond um kvoturnar, heldur grønlendska landsstýrið. Onki er frætt um, at strandarlondini hava latið við seg komið, nú Grønland fiskar uppsjóvarfisk. Jacob Vestergaard sigur, at Føroyar hava gjørt vart við iva um grønlendska fiskiskapin á millumtjóðafundum um fiskiskap. Tað sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, í svari til Janus Rein, løgtingsmann, sum spurdi um kappingina um vindorku og elveiting. Spurt varð eisini um útboðið av vindmyllulundini í Húsahaga. Landsstýrismaðurin vísir í svari sínum til avgerðina hjá Vinnukærunevndini um at staðfesta avgerðina hjá Jarðfeingi at geva SEV loyvið. Trupult at spáa um kapping Tað er ilt at siga, hvussu verður við kapping á elorkuøkinum í framtíðini. Tað fara komandi útboð at vísa, sigur Johan Dahl. Hann sigur, at landsstýrismaðurin kann við verandi elveitingarlóg bara tryggja sær, at aðrir framleiðarar hava ein veruligan møguleika at koma á elmarknaðin. Johan Dahl endurgevur Vinnukærunevndina, sum sigur, at kapping er ikki eitt endamál í sær sjálvum, men eitt amboð at fáa lægri prísir og betri effektivitet sum frá líður. Higartil hava tvey útboð verið um vindorku. Fyrra útboðið í 2010, tað var trý megawatt. Seinna útboðið var í fjør, tað var 11,7 megawatt. Flogfør hjá umhvørvismyndugleikunum hava, sambært Los Angeles Times, flogið fleiri túrar kring oljupallin, og tað sæst, at náttúrugass lekur í havið. Á sjálvum oljupallinum er náttúrugassið eisini orsøkin til stóra eldsbrunan. Gsslummi Walter Oil amp Gas Corp, úr Houston, Texas, eru í ferð við at flyta ein annað oljupall út hagar, brennandi Hercules 265 er staddur. Nýggi boripallurin skal bora sama holið, sum Hercules 265. Talan er um sonevndan gassluma ein lítlan , og roknast kann við, at eldurin verður ikki sløktur næstur dagarnar. Hinvegin er lummin so lítil, verður sagt, at talan neyvan verður um eldsbruna í vikur og mánaðir. Birna Mørkøre gjørdist landsdjóralækni í 2008. Nú fimm ár eru liðin, var starvið, sum er áramálssett, lýst leyst av nýggjum. Fýra umsøkjarar vóru. Sambært Heilsufrøðiligu starvsstovuni, har sum landsdjóralæknin arbeiðir, fekk Birna Mørkøre bjóðað starvið og hon tók av tilboðnum. Tað merkist so tað forslær á alnetinum, tá SHEFA kaðalin er óvirkin. Og hesa seinastu vikuna hevur sambandið á føroyska alnetinum verið vánaligt. Og orsøkin eru gággufiskimenn úr Orkneyum og kring Orkneyar. Fiskimenn trola og dreggja eftir gággu í einum 60 kilometrar longum øki, har SHEFA kaðalin liggur. Og hósdagin slitnaði kaðalin, sigur Kristian Davidsen, stjóri á Føroya Tele. Aðru ferð í ár Hóast SHEFA kaðalin er væl merktur, so eru gággufiskimenninir gáloysnir, tí hetta er aðru ferð bara í ár, at teir slíta kaðalin. Og tað er ikki bíligt, tað kostar einar 2 milliónir krónur hvørja ferð. Hesar dagarnar, síðan kaðalin slitnaði, hava vit brúkt Farice kaðalin. Men trýstið er so stórt, at Farice megnar tað ikki so væl ndash serliga trupult hevur tað verið um kvøldarnar, sigur Kristian Davidsen. Nú ólavsøkan er á gáttini hevur R ddin stílað eina myndarøð við føroyskum klæðum. Les eisini samrøðuna við Nicolinu Jensen Beder um føroysk klæðir. Tað eru ov fá fólk í Danmark og aðrastaðni, sum kenna kjarnina í sildatrætuni, og tað er ein stórur trupulleiki fyri Føroyar, heldur hann. Eitt av aðalmálunum hjá Amnesty International er at stríðast ímóti mismuni. Hetta merkir, at tað ikki skal verða gjørdur mismunur á fólki uttan mun til ættarslag, húðalit, kyn, átrúnað, kynsligan samleika ella aðra støðu. Grein 16 í Heimsyvirlýsingini um Mannarættindi frá 1948 ldquo Menn og kvinnur, sum eru komin til lógaldurs, skulu uttan mun til ættarslag, tjóðskap ella átrúnað hava rætt til at giftast og setast í búgv. Tey hava krav um somu rættindi við gifting, í hjúnarlagnum og við hjúnaskilnað. ldquo Í fleiri áratíggju hevur Mannarættindanevndin hjá ST undirstrikað, at mannamunsgreinar, sum fevna um kyn, eisini fevna um rættin hjá samkyndum. Amnesty International sigur, at orsøkin til at felagsskapurin arbeiðir við at verja støðuna hjá samkyndum, tvíkyndum og transpersónum er, at milliónir av menniskjum kring heimin eru í vanda fyri at verða avrættað, fongslað, pínd ella fyri øðrum harðskapi vegna teirra kynsliga samleika. Sambært Amnesty International er listin yvir mismun og harðskap, sum fer fram í samband við kynsligu støðuna hjá tí einstaka, sera drúgvur bull Kvinnur verða neyðtikinar, sum ldquo leking fyri teirra samkyndleika ndash onkuntíð við játtan frá foreldrum teirra. bull Einstaklingar verða avrættaðir, tí teirra kynsliga støða verður mett at vera ein sosialur vandi. bull Rætturin til børnini er í vanda. bull Harðskapur framdur av løgregluni er ein støðug hóttan. bull Einstaklingar verða álopnir og onkuntíð dripnir á gøtuni. Hesi eru offtur fyri sokallaðum ldquo hate crimes . bull Einstaklingar eru fyri afturvendandi verbalum álopum. bull Happing fer fram í skúlum. bull Einstaklingum verða noktað búgv ella heilsuhjálp. bull Einstaklingar fáa noktandi svar uppá umsókn um friðskjól, eftir at tey eru flýdd vegna forfylging. bull Neyðtøkur og annar harðskapur fer fram undir varðhaldi. bull Einstaklingar verða trýstir til at taka sítt egna lív. bull Einstaklingar verða avrættaðir av statinum 7 lond í heiminum hava lóggávu, sum loyvir hesum . Amnesty hevur drigið ta niðurstøðu, at ímeðan nakrar stjórnir taka virknan lut í homofobiskum harðskapi gjøgnum millum annað hatskar útsagnir, so taka nógv fleiri stjórnir lut við einki at gera. Samkynd eru í nógv størri vanda í teimum londunum, har samkyndleiki er revsiverdur, ella har myndugleikarnir einki gera fyri at verja samkynd. Úrslitið er, at hesin minnilutabólkur livir við hóttanum, háðan, forfylging og harðskapi. Sambært nýggjastu hagtølunum er støðan ringast í muslimska heiminum og í Eysturevropa, meðan framstig eru at hóma í USA, Vestureuropa og Suðuramerika. Støðan í Asia er í verandi støðu illa lýst, skrivar also Amnesty International, Føroya deild, í tíðindabrævi. Formaðurin í Stuðulsbólkinum fyri fyrrverandi Jehova Vitni, Poul Dal, sigur, at avgerð er tikin um at melda Jehova Vitni. Tað skrivar netávísin hjá Kristiligum Dagblað, k.dk., sambært Politiken. Vilja onki endurgjald hava Tað er neyðugt, at Jehova Vitni fáa ein lærupening. Vit vilja onki endurgjald hava, men vilja hava staðfest, at Jehova Vitni eiga at hugsa seg betur um, tá tey umrøða onnur , sigur hann. Talur á summarstevnu fóru um mark Orsøkin til at Stuðulsbólkurin fer at melda Jehova Vitni eru talur, sum Vitnini hava hildið á summarstevnuni í Silkeborg og Herlufmagle. Her vórðu fráfallin Jehova Vitni umrødd sum lívshættislig virus, og sum slangur og dálkað jørð. Sambært Kristiligum Dagblað meta fleiri serfrøðingar, at talurnar vóru av sovorðnum slag, at til ber at leggja sak sambært grein 266b í revsilógini ndash eisini nevnd rasismugreinin. Fara um mark Talurnar fara heilt greitt yvir um mark. Tá ið tú samanbert onnur við lívshættisligar sjúkur og slangur, so eru við yviri í kjarnuøkinum í rasismugreinini, sigur Niels Erik Hansen, løgfrøðingur og leiðari í Dokumentasjóns og Ráðgevingarstovuni móti rasumismuni við Kristiligt Dagblað. ES nevndin fyri fiskivinnu og aling fer mikudagin við stórum meiriluta at samtykkja revsitiltøk móti Føroyum. Tiltøkini koma í gildi í fyrsta lagi 8.august, um minni enn tvær vikur. Stórur meiriluti Danmark fer at atkvøða nei mikudagin. Men tað ger ongan mun, tí stórur meiriluti, og tann neyðugi meirilutin, verður fyri uppskotinum, hevur danska stjórnin fingið ábendingar um. Hini bæði Norðurlondini í ES, Svøríki og Finnland, og Estland taka undir við Føroyum og Danmark. Tað gjørdu tey í øllum førum á seinasta fundinum hjá fiskimálaráðharrunum í ES. Danmark tekur ikki støðu Danski matvøruráðharrin, Mette Gjerskov, sigur, at Danmark tekur ikki støðu til skuldsetingarnar móti Føroyum um ovfisking. Danmark hugsar um ríkisfelagsskapin, tá Danmark fer at atkvøða móti revsitiltøkunum hjá ES. Tey, sum strongja harðast á ES at revsa Føroyar, vilja eisini hava handilstongsulin at umfata alifóður og aldan laks. Men so rívan fer ES tó ikki at taka til. Norðhavssild sum alifóður Uppáhaldið er, at fóðrið, sum føroyski alilaksurin fær, er gjørt úr norðhavssild og makreli. Tí hevur Havsbrún, sum ger alifóðrið, afturvíst. Í morgun klokkan gott seks var serliga heitt norðanfyri og vestanfyri. Lýggjast er á Tjørnuvíkarvegnum. Har vóru 19 hitastig klokkan 17 minuttir yvir seks í morgun. Og í Vatnsoyrum og í Syðradali í Kalsoynni eru 18 stig í morgun. 52 ára gamli tokførarin, Fransisco Jos Garzón, er innlagdur á sjúkrahúsi, men er varðhaldsfongslaður kortini. Roknað verður við, at hann verður avhoyrdur í dag. Illgruni er um, at tokið koyrdi nógv skjótari enn loyvt var. Mest loyvda ferð á staðnum var 80 kilometrar um tíman, men beint eftir vanlukkuna viðgekk tokførarin, at hann koyrdi mangt slíkt. Tokið kom inn í svingið við eini ferð á í minsta lagi 190 kilometrar um tíman. Eg vóni ikki, at nakar er deyður. Tað fer at vera á míni samvitsku, segði tokførarin í eini samrøðu, sum varð tikin upp beint eftir vanlukkuna. Íslendsku myndugleikarnir góvu loyvi til at landa 12.000 tons í Íslandi. Tað er galdandi fyri skip, sum eru skrásett í Íslandi ella í Grønlandi. Inga Poulsen Dam, sum røkti prestastarvið í Vestmanna í 12 ár, varð sett í embætið sum sóknarprestur í Vága prestagjaldi 1.september í fjør. Hetta seinasta árið hevur Marjun Bæk, prestur, røkt embætið í Vestmanna eitt skifti. Eftir ætlan tekur nýggi presturin í Vestmanna við starvinum 1.september, ella so skjótt sum gjørligt. Tænastan sum sóknarperstur í Vestmanna er javnt býtt millum prestagjøldini. Eg havi inniligt álit á herin, sigur Sayed Mursi, sum hann situr har í lítillátnu íbúð síni í einari bygd úti á landinum í Egyptalandi. Á vegginum hongur ein mynd av stórabeiggjanum, fyrrverandi forsetanum, Muhammed Mursi. Undir liðini á Mursi hongur eitt ørindi úr Koranini. Hann plagar at siga mær, at um onkur er eitt sindur óhøviskur, lat so vera við at gerast illur. Lat heldur sum onki, sigur Sayed Mursi. Virðing fyri herinum Tá tú spákar ein túr gjøgnum heimbygdina hjá Mursi familjuni, sær tú virðingina, tey hóast alt hava fyri egyptiska herinum. Ikki sum sitandi við politiska valdinum, men sum ein týdningarmikil liður at skapa støðufesti. Muhammed Mursi Muhammed Mursi, evnaríki sonurin hjá einum friðarligum bónda, las í Kairo og Los Angeles, áðrenn hann strembaði leiðina upp eftir í Muslima Brøðralagnum, og gjørdist fyrsti demokratiski forseti Egyptalands. Til hann varð koyrdur frá 3. juli í ár. Tveir av brøðrum hansara búgva framvegis í heimbygdini, al Adwa Saeed Mursi og Sayed Mursi. Ímeðan Saeed fór beina leið til Kairo at verja beiggja sín, var Sayed eftir í friðarligu heimbygdini. Sunnudag 28. juli Poula Ø. Mohr 100 firvald Mánadag 29. juli Birita Debes 100 rygg Týsdag 30. juli Pál Joensen 800 frí Mikudag 31. juli Birita Debes 50 rygg, Bartal Hest 200 blandað Fríggjadag 2. august Poula Ø. Mohr 50 firvald Leygardag 3. august Pál Joensen 1500 frí Sunnudag 4. august Bartal Hestoy 400 blandað Tað vísa kanningar, sum læknin, Jan Rasmussen, hevur gjørt. Seinastu mánaðirnar hevur Jan Rasmussen kannað vevna av 48 føroyingum yngri enn 45 ár, sum eru deyðir, og har deyðsorsøkin ongantíð varð funnin. Tað finnast fleiri sonevndir variantar av CTD og higartil hevur tann sonevndi quot Sandoyarvarianturin quot verið mettur at vera tann mest vandamikli, tí øll tey higartil kendu deyðsføllini hava havt tann variantin. Og nýggju kanningarnar hjá Jan Rasmussen stuðla upp undir, at Sandoyarvarianturin er tann vandamiklasti. Uppskotið um almenna partafelagið Føroyatunlar, sum løgtinsgfólkini Aksel V. Johannesen og Bjørt Samuelsen hava gjørt, er farið á Løgtingsskrivstovuna. Sambært uppskotinum skal partafelagið, tá tað verður stovnað í ár, hava tíggju milliónir krónur í partapeningi. Og sambært lógaruppskotinum skal landið seta 250 milliónir krónur afturat í felagið yvir átta ár. Skálafjarðartunnilin skal gerast fyrst og síðani Sandoyartunnilin. Framsókn við einum uppskoti Framsókn hevur eitt uppskot um almenna partafelagið Eysturoyartunnilin, sum skal hava slakar 200 milliónir krónur í partapeningi yvir sjey ár. Tað er grundgevingin hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, tá hann verður spurdur, hví hann ikki lurtaði eftir fiskifrøðini, tá hann gjørdi uppskotið um fiskidagarnar næsta ár. Jacob Vestergaard fer ólavsøkudag at mæla tinginum at hava sama dagatal í næsta fiskiári sum í verandi ári Vit senda krimisøguna Brennivargurin . Bókin er ein skemtilig og spennandi krimisøga, sum Jógvan Isaksen hevur skrivað. Kúllarnir Kári og Rói ganga í 6.D í Kommunuskúlanum. Tað er ikki frítt fyri, at teimum dámar at arga lærarnar og ikki altíð við mykindum. Men teir fáa álvarsligari trupulleikar at takast við, tá ið teir saman við vinfólkunum Magnusi og Beintu seta sær fyri at fanga ein brennivarg, sum herjar í Havnini. Páll Daneilsen lesur. Poula Øssursdóttir Mohr hevur í dag sett nýtt føroyskt met í 100 m. firvaldasvimjing. Í morgun svam hon í heimsmeistarastevnuni á langgeil í Barcelona. Birita Debes setti í morgun nýtt føroyskt met í 100 metra ryggsvimjing. Birita svam teinin upp á 1.05.64 í heimsmeistarastevnuni í Barcelona. Vit fara upp á gólv við Dansifelagnum í Havn. Tey kvøða quot Skrímsla quot , sum Brynjálvur Lamhauge, skipar. quot Brynhildar táttur quot , sum Hákun Jacobsen, skipar og quot Torkils døtur quot , sum Randi Jakobsen, skipar. Minna Dahl Michelsen búði á einum heimi fyri fólk við sálarsjúku í Nykøbing Falster í Danmark. Eingin hevði sæð hana síðani næst seinasta fríggjadag, og hon varð eftirlýst sunnudagin. Steffen Hedemand hjá politinum í Suðursælandi og Lollandi Falster váttaði fyri útvarpinum í gjár, at talan er um Minnu Dahl Michelsen Talan hevur fyri tað mesta verið um at koyra avdottin og full fólk til hús, og løgreglan hevur ikki havt fyri neyðini at senda folk á støðina í Klaksvík at sova rúsin av sær. Datt í trappu Ein kvinna koma illa fyri, tá hon datt í trappuni á einum vertshúsi og mátti á skaðastovuna. Hon bløddi illa, men talan var kortini ikki um álvarsligan skaða. Eisini skal ráðið vera við til at fáa kjak í lag um millum annað ílegugransking og ílegutøkni, ið er viðkomandi fyri fólk her á landi. Uppskotið skal eisini áseta nærri, hvussu nýggja etiska ráðið skal veljast og hvørjum karmum eitt tílíkt óheft ráð skal virka undir. Í løglistanum hjá landsstýrinum fyri tingsetuna 2013 er eitt uppskot frá Vinnumálaráðnum um at broyta lógina um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, lógin um ALS. Endamálið er at geva nýliga lidnum lesandi møguleika at fáa stuðul úr ALS í avmarkað tíðarskeið. Broytingin fer at hava við sær fíggjarligar avleiðingar fyri ALS, og neyðugt verður tí kanska at hækka inngjaldið, stendur í løglistanum. Í frágreiðing sínari til løgtingið í gjár segði løgmaður, at føroyska arbeiðsloysisskipan fær nýútbúgvin at setast aftur at koma til Føroya at leita sær eftir arbeiði, tí tey fáa einki frá ALS, meðan tey leita eftir arbeiði í Føroyum. Tað er í HM kappingini í svimjing, sum fer fram í Barselona í Spania í hesum døgum, at Pál Joensen fyri løtu síðan gjørdist nummar tvey í innleiðandi kappingini á 800 metrum. Tveir úr USA, ein úr Kina, ein úr Kanada, ein úr Tunesia, ein úr Itali, ein úr Avstralia, og so er tað ein úr Føroyum, nevniliga Pál Joensen. Landsstýrið fekk í vár eina útgreining um, hvussu Føroyar á bestan hátt kunnu fyrireika seg til hesar nýggju búskaparligu møguleikarnar og avbjóðingarnar í sambandi við umhvørvi og trygd. Hvørt einasta ár fara nógvir føroyingar av landinum í útbúgviningarørindum. Og sambært tølum hjá Altjóða Skrivstovuni fara nógv teir flestu til Danmarkar. Sambært danska blaðnum Politiken er talan í ár um metnógvar umsøkjarar á fleiri útbúgvingum. Og tað merkir, at krøvini til upptøku eru herd. So nógv hevur oljuvanlukkan kostað BP, at tað, sum er eftir at gjalda, má takast av yvirskotinum hjá felagnum komandi árini, sigur BBC. 20 milliónir dollarar higartil Higartil hevur BP goldið 20 milliardir dollarar úr einum grunni, men í honum eru ikki meira 300 milliónir dollarar eftir, og tí hevur BP boðað frá, at krøvini, ið eftir eru, mugu gjaldast av rakstrinum. Spreingingin á oljubori pallinum kostaði ellivu fólkum lívið og elvdi til størstu oljudálking framvið strondini í amerikansku suðurstatunum, sum USA nakrantíð hevur verið fyri. Tey, sum hava søkt um at sleppa undir hægri lesnað í Danmark, mugu kortini bíða eina løtu afturat at vita, um tey eru sloppin gjøgnum nálareygað. Nøkur av brøvunum frá lærdu háskúlunum í Danmark verða borin út í kvøld tey flestu koma tó í fyrsta lagi í morgin. Johan Dahl, landsstýrismaður, sigur, at Ferðaráðið hevur sjálvt biðið um at gerast okkurt annað enn ein almennur stovnur, so tað almenna og ferðavinnan eru saman um at menna ferðavinnuna og eru saman um at fíggja átøk og marknaðarføring. Norskir fiskimenn vísa á, at føroyingar sjálvir hava trýfaldað sína sildakvotu, og tað rakar beinleiðis norska sildaútflutningin. Lisbeth Berg Hansen, norskur fiskimálaráðharri, sigur við NRK, at tað er trupult at fáa lond at laga seg eftir altjóða reglum, um hesi somu lond ikki hava viljan til tað. Vit kunnu bara vera púra ærlig. Tá ið tú ikki finnur eina loysn við samráðingarborðið, so hava vit ikki so nógv amboð at taka til. Og tí vilja vit framvegis stuðla ES, fyri at fáa hetta loyst við samráðingarborðið, sigur Lisbeth Berg Hansen, norskur fiskimálaráðharri við NRK. Fleiri ferðir í Miðeystri John Kerry hevur seinastu mánaðirnar verið fleiri ferðir í Miðeystri fyri at fáa ísraelsku og palestinsku stjórnirnar aftur til samráðingar borðið og nú hevur hann so sent boð eftir teimum stjórnar umboðum, sum standa á oda fyri samráðingunum. Tað eru trý ár síðani beinleiðis samráðingar seinast vóru partanna millum. Báðir partar koma við høgtstandandi umboðum, sum skulu royna at gera arbeiðsætlan fyri, hvussu samráðast skal, verður sagt. Seks dagakríggið Palestinar halda fast um, at ongar formligar samráðingar kunnu byrja fyrr enn greitt er, um tær taka støði í at mørkini eru tey, sum vóru, áðrenn seks dagakríggið í 1967, tá ísraelski herurin tók vestara áarbakka og jordanska partin av Jerusalem, ið palestinar ætla skal vera teirra høvuðsstaður. Ísraelsku megin eru fleiri flokkar í stjórnini ímóti samráðingum, sum kunnu hava við sær, at Ísrael má geva frá sær land, ikki minst tað, sum hevur átrúnaðarligan og søguligan týdning. Hans David Poulsen í Hesti var bakkamaður frá ungum árum. Tá tveir hestbátar gingu burtur, gjørdist hann faðirloysingur 14 ára gamal. Dávur noyddist at taka alt arbeiði upp á seg og eitt var at fara í bakkan. Klæmint Johannesen legði honum lag á. Sum fráleið fór hann til skips um várið og seinni flutti hann til Havnar, men frá ólavsøku og út á heystið var hann úti í Hesti. Niels Juel Arge var við honum undir Hestoynni í 1978. Teir komu til Porkeris úr Orknoyggjunum fyri einari viku síðani, og í gjár róðu teir haðani til Skálavíkar. Og í dag klokkan hálvgum trý ætla teir sær at vera í Havn. Ferðin hjá teimum byrjaði í Norra norska tjóðardagin 17. mai. Teir fýra ætla sær at sleppa í bókina hjá Guinness við heimsmetum. Tað metið verður at rógva úr Norra til Kanada. Helvtin av tingmanningini hjá Sambandsflokkinum tekur ikki undir við uppskotinum hjá landsstýrismanninum hjá Fólkaflokkinum um fiskidagarnar næsta fiskiár. Og í dag koma væntandi trý lógaruppskot um tunnil millum Eysturoynna og Streymoynna í løgtingið. Uppskotið hjá Kára P. Højgaard, landsstýrismanni, um privata loysn hugtekur ikki øll í samgonguni líka nógv. Sáttmálin, sum Innlendismálaráðið hevur gjørt við Copenhagen Infrastructure Partners, skal undirskrivast 31.august, so tað er alt um at gera hjá landsstýrismanninum at fáa tunnilsmálið avgreitt í tinginum í august. Í dag og í morgin fer løgtingið at viðgera frágreiðingina, sum løgmaður gav tinginum ólavsøkudag. Tingfundurin í dag byrjar klokkan 10.00. Eins og føroyska kanningin boðaði frá nógvum makreli og nógvari sild í føroyskum sjógvi er niðurstøðan hjá norðmonnum eisini, at nógvur makrelur er í summar og nógv legst aftrat stovninum. Fyrst og fremst 2010 árgangurin er sterkur, og makrelurin er víða í norskum sjógvi. Íslendska fiskirannsóknarskipið Árni Fríðriksson kannar millum annað, hvussu nógvur makrelur er vestan fyri Ísland, eisini í grønlendskum sjógvi. Tað bendir á, at makrelurin er farin at gýta longri norðuri, og tí kanska ikki fer so langt suðureftir, men verður verandi norðanfyri um heystið, sigur Leif Nøttestad, fiskifrøðingur, við Fiskeribladet Fiskaren. Klokkan seks fekk politiið fráboðan um mannleysan bát, og klokkan átta í gjárkvøldið funnu froskmenn mannin lívleysan í húsinum á bátinum, sum tá var sokkin inni við land. Skiparin á Sjagakletti, Hanus Tausen, sigur við Kringvarpið, at nógvur sjógvur var komin inn í maskinrúmið á Gullberg. Tað gekk rættiliga skjótt. Manningin varð bjargað umborð á Sjagaklett, og Gullberg sakk stutt eftir. Vørn upplýsir fyri Kringvarpinum, at Gullberg fór at leka kl. 08.15. Tvær pumpur vórðu fluttar umborð, og tríggir av manningin royndu at bjarga skipinum við hesum pumpunum. Men nógvur sjógvur var longu tá komin í skipið, sum hevði fingið so stóra slagsíðu, at har var onki at gera. 34 svimjarar vóru við í kappingini, og 8 svumu seg í finaluna. Pál Joensen hevði sættu bestu tíðina, og var einasti norðurlendingurin, ið svam seg í finaluna. Ein annar evropeari svam seg í finaluna, ein italiumaður. Ætlandi verður sjálv finalan svomin umleið kl. 18.30 í kvøld, og Sjónvarpið byrjar at senda beinleiðis kl. 18.25, og til finaluúrslitið er greitt. Henda fyrsta viðgerðin í tingárinum plagar at vera drúgv. Higartil hava bert framsøgufólkini í fimm teimum størstu flokkunum havt orðið. Nýggj tøl Nú eru nýggj tøl komin á borðið hjá landsstýriskvinnuni. Hon fer at biðja tingið um minst seks milliónir afturat teimum fýra, sum hon fekk í vár. Avgerðin varð tikin á fundi í fiskivinnu og alinevndini hjá ES fyrrapartin í dag. Sambært danska matvørumálaráðnum merkir avgerðin, at ES noktar føroyskum fiskimonnum atgongd til havnir í ES. Avgerðin ber eisini í sær, at forboð verður sett móti silda útflutningi úr Føroyum til ES. Verður ikki sett í verk beinanvegin Tekniska umhugsunartíðin merkir, at handilsforðingarnar verða ikki settar í verk beinanvegin. Hetta var ikki tað, vit vónaðu. Eg haldi hetta vera keðiligt, tí eg vónaði at ein samráðingarloysn varð funnin, sigur matvørumálaráðharrin, Mette Gjerskov, við Ritzau. Hinvegin fati eg tað, at ES er sinna at hyggja eitt sindur eftir hesum eina ferð aftrat, sum tekin um, at tað, vit hava ført fram í málinum í seinastuni, hevur givið úrslit, sigur hon. Vit hava meira um handilsforðingarnar hjá ES í Útvarpinum seinni í dag. Tá fáa vit eisini viðmerkingar frá umboðum fyri føroyskar myndugleikar. Skotska Uppsjóvarfelagið fyri uppsjóvarframleiðarar, SPPA, sum umnboðar makrel og sildaframleiðarar, og sum hevur tætt samstarv við uppsjóvarvinnuna í Onglandi, ynskja eisini tiltøk sett í verk móti Íslandi. 2.260 størv Umleið 2.260 størv eru í løtuni í makrelvinnuni á landi í Onglandi. Haraftrat koma fleiri hundrað fiskimenn umborð á nógvu skipunum, sigur McFadden, formaður í SPPA við IntraFish. Føroyingar og íslendingar hava nú í fleiri ár ósmædnir hækkað makrelkvotuna. Og samstundis noktað teir at samráðast við ES og Noreg, sum annars hava samstarvað um at tryggja burðardygga makrelveiðu í nógv ár. Hendan framferðin er ein verulig hóttan móti enskum arbeiðsplássum og móti búðskapinum í fleiri økjum í Onglandi, pláss, sum liva av silda og makrelvinnuni, sigur McFadden. Og hann sigur SSPA stuðla handilsforðingunum móti Føroyum av fullum huga. Hvørja viku fara Fjøllini Dansa at gera eina myndrøð av einum persóni, sum tey halda, hevur feitan stíl. Hesa vikuna er tað 23 ára gamla Milja Hanusardóttir. Hvussu sær ein vanligur morgun hjá tær út Ein vanligur morgun hjá mær er sjáldsamur, allir tykjast nýggir og á ein ella annan hátt avbjóðandi frá sjónarhorninum frá songini. Men so ringir vekjarin fyri fjórðu ferð, og dagsins maraton er sett í verk Aftaná at hava verið undir brúsuni og at hava bustað tennirnar eru undirklæðini komin á, og lørini eru nú klár at prýða. Ígjøgnum árini hava sokkabuksurnar tað lættari við at glíða uppá sítt pláss, men tó kemur fyri, at bein og buksur hava hvør sína ætlan. Síðan er niðurdeilurin á skránni. Hettar gongur skjótt, tó eftir 2 5 toppar er eins skjótt at broyta meining. 2 3 niðurdeilar, 10 toppar, nakrar perlur, eitt belti, eyka sokkar, deiligt smyrls og tímar seinni hevur tú eina Milju. Hvar dámar tær best at keypa klæðir Kann ikki nevna nakað ítøkiligt stað, so Allastaðni og ongastaðni. Eg keypi, sum eg eti við eygunum Hvørjum kendum persóni hevði tú viljað fingið klædnaskápið frá Gandhi. Valdi viðkomandi fyri ein meira avslappandi stíl ein kápa ella tvær eru heldur ikki so galnar, tá sólin kagar undan Nólsoy. Greitt er, at Bradley Manning ikki fer at verða dømdur eftir strangastu greinini í amerikonsku revsilógini um at hava verið fíggindanum til hjálpar. Tað er hann fríkendur fyri, men revsingin kann gerast nóg hørð fyri tað, tí hann er funnin sekur í at hava brotið njósnara lógina fimm ferðir, fyri stuldur og fyri at brotið fleiri hernaðarligar fyriskipanir. Tað kann sambært amerikanskari lóg geva lívlanga fongsulsrevsing. Bradley Manning hevur sagt seg vera sekan ella partvíst sekan í tíggju av 22 ákærum móti honum, og tað merkir, at hann í minsta lagi fer at fáa 20 ára fongsul. Vit fara upp á gólv við Dansifelagnum í Havn. Tey kvøða quot Grindavísuna quot , sum Róaldur Johannesen, skipar. quot Regin Smiður quot , sum Birgir Djurhuus, skipar og quot Flóvin Bænadiktsson quot , sum Gunnar Restorff, skipar. Tíðirnar vóru 1. Drekin 04 38.16 2. Royndin Fríða 04 40.07 3. Fípan Fagra 04 41.15 4. Jallurin 04 44.00 5. Blikur 04 50.06 6. Ternan 04 51.07 7. Sílið 05 20.00 Tíðirnar vóru 1. Gongurólvur 05 00.05 2. Riddarin 05 00.16 3. Lómur 05 02.22 4. Sølmundur 05 06.10 5. Herningur 05 10.21 6. Skúgvur 07 00.00 Verða handilsforðingarnar herdar, kann talan verða um mjøl, lýsi og laks afturat norðhavssild og makreli. Og tað kann henda, um Føroyar ikki gera, sum ES sigur, og minkar sildakvotuna munandi. Alilaksur er í vanda, tí sambært teimum, sum vilja hava ES at boykotta Føroyar, eru sild og makrelur í fóðrinum, sum føroyski alilaksurin fær. Tað sigur Maria Damanaki, ES fiskivinnukommisserur, sum fegnast um, at ES nevndin fyri fiskivinnu og aling tekur undir við uppskotinum hjá ES ráðnum um handilsforðingar móti Føroyum. Kommisserarnir fáa nú málið aftur Damanaki fer nú at fáa ES ráðnum, teimum 28 kommisserunum, málið aftur til viðgerðar. Har verður boykottið skorið til eftir teimum sjónarmiðum, sum komu á borðið á fundinum hjá ES nevndini í gjár. Aðalfundurin heitt eisini á ráðið at arbeiða fyri, at studningurin til føroysk lasandi hækkar, verður prístalsviðgjørdur, og at ein fær studning 12 mánaðir heldur enn 11. Harumframt vil aðalfundurin, at MFS skal arbeiða fyri, at ÚSUN ikki verður umlagt til lán, eins og rentan á lestrarlánum skal lækkast. Nýtt ráð Á aðalfundinum var eisini nýtt ráð valt. Fýra teirra, sum vóru við í gamla ráðnum, stillaðu ikki upp aftur. Hesi vóru Teitur Vágadal, Martin Mohr Olsen, Hallur av Rana og Maria Ziskason Nesá. Tíggju fólk vórðu vald í nýggja MFS ráðið, fimm teirra nývald. Tey nývaldu eru Eirikur Sanderson, Guðrið Poulsen, Heidi á Lakjuni, Lív Egilsdóttir Olsen og Oda Strøm. Ráðið hevur annars skipað seg við Regini Berg sum formanni, Birita í Dali sum næstforkvinnu, Marin Helena Hentze sum kassameistara og Odu Strøm sum skrivari. Stóri spurningurin er, hvussu nógvar pengar, kommunurnar skulu fáa frá landinum, tá tær taka við eldraøkinum. Og tann spurningurin er verri enn so svaraður enn, nú minni enn hálvt ár er eftir til yvirtøkuna. Í ár hevur Annika Olsen, landsstýriskvinna við almannamálum, tvær ferðir havt brúk fyri eykajáttan til eldraøkið til ellis og røktarheimini og sambýlini. Í alt er talan um slakar 11 milliónir krónur. Eitt ástøði er, at landsstýrið við vilja hevur havt játtanina so lítla sum gjørligt í fíggjarlógini fyri 2013, so minni verður at flyta úr landskassanum í kommunukassarnar næsta ár. Men tað avsannar landsstýriskvinnan. Eingin tvístøða var millum okkum og Sjúrð Skaale. Vit tosaðu saman, men hetta gjørdist ongantíð nakað stríðsmál. Vit gjørdu, sum Sjúrður Skaale mælti okkum til at gera, segði Mette Gjerskov við DR í gjár. Sum limur í ES noyðist Danmark at vera við í boykottinum móti Føroyum. Tað noyðast hini bæði Norðurlondini í ES, Svøríki og Finnland, eisini. Endamálið við kravgonguni er, sambært fyriskiparunum, at vísa á at tað ongantíð er ov seint at bróta tøgnina, tá talan er um kynsliga misnýtslu av børnum. Mótmælisgongan byrjar leygardagin klokkan 14.00 við svimjihøllina í Gundadali. Haðani verður gingið oman eftir R.C. Effersøesgøtu, har steðgað verður við Barnaverndarstovuna, áðrenn farið verður víðari oman til Tinghúsið. Felagssangir verða sungnir á vegnum, og uttan fyri løgtingið er ætlanin at seta eitt lítið flagg í vøllin fyri øll tey, ið eru vorðin misnýtt kynsliga. Fámará stuðlar siga í tíðindaskrivi, at tær got tog væl 4000 undirskriftirnar til fræma fyri eini framtíðar hugsjón um Fámara, verða handaðar Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni, í morgin. Saman við undirskriftunum fer Rúni Jacobsen at handa landsstýrismanninum ein faldara við framtíðar hugsjónini um Fámara, nevnd quot Meira enn bara Fámara quot . quot Meira enn bara Fámara er ein ætlan, sum skal gera Fámara til ein fíggjarligan og umhvørvisliga burðardyggan frístað, har arbeitt verður á trimum høvuðsøkjum Landbúnað, ferðavinnu, mentan og sosial tiltøk. ldquo Undirritaði tekur undir við, at Johan Dalsgaard festir Fámara. Johan hevur búð í Fámara í trý ár, har hann hevur víst í verki, at hann bæði hevur førleikar, vitan og áræði at dríva festið á ein skilagóðan hátt. Eg vil við míni undirskrift stuðla honum í at menna eitt alternativt, landbúnaðar , ferðavinnu og sosialt tilboð, sum enn er eindømi í Føroyum. Vit heilsa tiltøkunum hjá ES vælkomnum og vóna, at tey fara at senda føroyingum tey greiðu boð, at teirra gerðir als ikki kunnu góðtakast her í 21 øld, og tær fara ikki at verða toldar millum lond, sum taka undir við burðardyggari veiðu, sigur Ian Gatt við blaðið quot The Scotsman quot . Boðini til Føroyar eru, at teirra ábyrgdarloysi at hækka kvotuna tríggar ferðir tað, teir fiskaðu framman undan, undir ongum umstøðum fer at verða góðtikið millum tjóðir, sum taka stovnsrøkt í álvara, sigur Ian Gatt við blaðið. Vit hava lagt til merkis, at fiskamjøl, lýsi og laksur eru uttan fyri verandi tiltøk, men hesar vørur kunnu koma uppí seinni, um føroyingar ikki broyta støðu, sigur Ian Gatt. Hann heitir á føoyingar um at koma til samráðingarborðið, tí tað er har, vit kunnu arbeiða til frama fyri bæði fiskimenn og fiskastovnar, sigur hann. Føroyar fara helst at stevna ES inn fyri altjóða gerðarrætt, tá revsitiltøkini eru sett í verk. Uttanríkistænastan hevur fyrireikað málið, sum er klárt at senda avstað. Orsøkin til nógva hitan í Grønlandi týsdagin var, at eitt hátrýst lá yvir landinum, og samantvinna við eitt lágtrýst vestan fyri Grønland, hevði tað vind av útsynningsi við sær, og tað gav eitt sokallað føhn árin. Umframt turru luftina, so kann speglingin av sólini í havinum eisini hava havt sína ávirkan á nógva hitan, tí Maniitsoq liggur við havið, skrivar JyllandsPosten. Tað sigur advokaturin hjá Snowden við fjølmiðlar nú seinnapartin. Advokaturin sigur, at Snowden hevur fingið friðskjól í Ruslandi í eitt ár. Snowden fór í dag av flogvøllinum í Moskva, har hann hevur búleikast seinasta mánaðin. Snowden arbeiddi í fleiri ár hjá amerikonsku fregnartænastuni, National Security Agency, og í tí sambandi hevur hann greitt frá, at USA fremur miðvísa yvirvaking á internetinum, millum annað við teldupostum, Facebook og Google. Hetta varð almannakunngjørt í The Guardian og The Washington Post í juni mánað og endaði beinanvegin á blaðforsíðunum kring heimin. AP tíðindastovan skrivar, at russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur givið Snowden friðskjól við teirri treyt, at hann gevst við at útflýggja loyniligar upplýsingar hjá USA. Og hesa treytina hevur hann góðtikið, sigur advokaturin hjá Snowden í dag. Fleiri lond í Latínamerika, millum annað Venesuela og Nikaragua, hava bjóðað Snowden friðskjól, men avbjóðingin hevur verið, hvussu hann kann flytast trygt til hesi londini við ongum pappírum. USA hevur nevniliga ógildað passið hjá honum. USA hevur eisini lagt trýst á londini í Evropa fyri at fáa tey at lata loftrúmið aftur fyri Snowden. Útsøgnin hjá Morgan Tsvangirai kemur eftir at forsetin í Zimbabve, Robert Mugabe, longu hevur sagt seg vunnið valið, áðrenn atkvøðurnar eru upptaldar. Morgan Tsvangirai óttast valsvik og heldur valið einki gildi hava. Tað segði hann á einum tíðindafundi, sum flokkur hansara skipaði fyri. Á fundinum greiddi hann frá fleiri fráboðanum um óreglusemi á valinum, sum bæði var forsetaval og tjóðartingsval. Eygleiðararnir siga, at veljarar í túsundatali eru vístir burtur frá valstøðunum, serliga í býum, sum taka undir við Morgan Tsvangirai. Nógvur ófriður á seinasta vali Aftaná seinasta forsetaval var ófriðaligt í Zimbabve, tí Robert Mugabe eisini tá var skuldsettur fyri valsvik. Men seinni samdust Morgan Tsvangirai og Robert Mugabe um báðir at stjórna landinum annar sum forsætisráðharri og hin sum foresti. Ariel Castro er dømdur í fongsul fyri lívið í málinum, har hann var ákærdur fyri at hava hildið tríggjar kvinnur sum fangar og farið ógvuliga illa við teimum. Aftrat lívstíðardóminum hevur hann fingið 1000 ára fongsulsrevsing. Tú kennir teg sum eitt offur, og tað kanska tú vart sum barn, tað veit eg onki um. Men tú hevur gjørt onnur til offur. Hesar kvinnurnar skuldu havt frælsið at liva frítt. Tær skuldu ikki verið stongdar inni undir ræðuligum umstøðum, men áttu at liva lívið. Tú gjørdi hetta ikki bara ta einu ferðina. Tú gjørdi hetta móti trimum ungum kvinnum. Vit hoyra teg siga, at tú kundi onki gera við tað. Títt vantandi innlit merkir, at tú framvegis ert ein stór hóttan fyri samfelagið. Tú hevur ikki uppiborið at vera úti í samfelagnum. Tú ert ov vandamikil, segði dómarin. Nú byrjar títt helviti Fyrr í dag tók ein av teimum trimum kvinnunum, sum vórðu hildnar fangar, orðið. Av teimum trimum, var Michelle Knights tann einasta , sum møtti í rættinum. Í avtaluni eru reglur um at kanna nýggj fiskasløg í grønlendskum sjógvi. Vísindafólk úr Estlandi eru við Ontika, og tey skulu kanna makrelin, sum skipið fiskar við Grønland. Øvugt Samstundis sum ES finst harðliga at Føroyum og Íslandi og hóttir londini við handilsforðingum, tí tey, sambært ES, hava givið sær sjálvum ov stórar makrelkvotur, hevur ES einki sagt um, at Grønland, sum ikki er við í samstarvinum hjá strandarlondunum um makrelin, hevur givið loyvi til at fiska 15.000 tons av makreli í grønlendskum sjógvi í ár, 3.000 tons meira enn í fjør. ES hevur annars ikki viljað verið við í vísindaligu kanningunum, sum fiskifrøðingar í Føroyum, Íslandi og Norra hvørt summar gera fyri at kanna makrelin á okkara leiðum. Oljan kostaði meira í fjør, og skaðar, leiga av eykaskipum og umbyggingin av Teistanum gjørdu eisini mun í fjør. Stovnurin noyddist at brúka hálva triðju millión av rakstrarjáttanini til at umvæla Teistan. Tað arbeiðið kostaði 20 milliónir, landið læt 17,5 milliónir til umbyggingina, so Strandfaraskip noyddust at koma við 2,5 milliónum. Eisini í fjør var upprunaliga játtanin í fíggjarlógini ov lítil, so Strandferðslan fekk 12,3 milliónir krónur í eykajáttan til olju í 2012. Nú í 2013 er oljuprísurin steðgaður at hækka, og Strandferðslan heldur, at tær 9,8 milliónirnar, sum stovnurin fekk eyka til olju í ár, fara at røkka. Hetta skuldi, sambært Búskaparfrágreiðingin hjá landsstýrinum, gerast við færri túrum til Suðuroynna og Sandoynna. Strandferðslan vísti á ein annan møguleika, sum er at hækka ferðaseðlaprísin og farmaprísin. Vit eru vónbrotin at síggja, at ES velur at seta í verk revsitiltøk móti Føroyum fyri silda og makrelveiðina. Vit meta ikki, at hetta er besti hátturin at loysa hetta slagið av ósemjum millum lond, sum annars sita væl um sátt. Hetta átakið úr Brússel máar støðið undan royndunum hjá strandalondunum at finna eina loysn við diplomati og samrøðum, sigur fiskimálaráðharrin, Sigurdur Ingi Jóhannsson. Ráðharrin sigur seg hava álit á, at tað ber til at finna eina loysn á makreltrætuni, sum er rættvís fyri øll strandalondini og sum er grundað á vísundina. Men fyri at hetta skal henda, noyðast ES og Norra at viðurkenna, at makrelurin hevur broytt ferðingarmynstur og í stórum tali er í íslendskum sjógvi seinastu árini. Kvotur eiga at verða ásettar eftir veruleikanum í 2013, og ikki eftir ferðingarmynstrinum, sum makrelurin hevði fyri tíggju árum síðan, sigur íslendski fiskimálaráðharrin. Ísland hevur eins og Føroyar ásett sær størri makrelkvotu enn ES og Norra meta vera rætt, og ES fyrireikar í løtuni revsitiltøk móti Íslandi. Hinvegin er Ísland við í semjuni hjá strandalondunum um sildakvotuna í ár. Har avgjørdu Føroyar at áseta sína egnu kvotu, sum er góðar tríggjar ferðir størri enn tað, sum hini londini hildu vera hóskandi. Í eini kenslubornari níggju minuttir langari sjónbandaupptøku sigur Berlusconi seg vera ósekan í einari ldquo ótrúligari røð av skuldsetingum, og at ongin orsøk er til rættarmálið yvirhøvur. Fýra ára fongsul Hósdagin staðfest Hægstirættur í Italia dómin, sum fyrrverandi italski forsætisráðharrin fekk í fjør. Hann varð dømdur fýra ár fongsulsrevsing, eitt ár var treytaleyst. Dómin fekk hann fyri skattasvik í fjølmiðlasamtakinum, Mediaset. Umboð fyri tunesiska herin sigur, at atsóknin fer fram í sama øki, sum átta hermenn vórðu dripnir fyrr í vikuni. Talan er um eitt rættiliga fjarskotið øki, har tunesiskar deildir hava roynt at bart niður militantar islamistar síðani desember í fjør. Kringsettir Bardagarnir eru í gongd. Yvirgangsbólkurin er kringsettur. Annaðhvørt geva teir seg yvir ella verða teir dripnir, sigur ein tunesisk hernaðarkelda við AFP. Vit byrjaðu eina stóra atsókn tíðliga í morgun bæði við hermonnum á jørðini og flogførum og tyrlum, sigur ein umboðsmaður hjá herinum við útvarpsstøðina, Mosaqique. Hann vil vita, um tað er brot á heimastýrislógina, um danir steingja sínar havnir fyri føroyingum. Hann vísir á, at heimastýrislógin sigur, at munur skal ikki gerast á dønum og føroyingum í ríkisfelagsskapinum. quot Løgtingið skal nú áseta fiskidagar fyri næsta ár og Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir til, at Løgtingið fylgir ráðgevingini frá Havstovuni. Vanstýring Føroyar eiga ríkar botnfiskastovnar, serliga tosk, hýsu og upsa. Vegna nátturugivnar umstøður og vanstýring, so eru toska og hýsustovnarnir niðurpíndir og úrslitið er hareftir. Tað er nærum einki at fiska og fiskivinnan, sum skal liva av serliga hýsuni og toskinum liggur í andaleypi. Tað eru bert eini ráð, sum virka og tað er at lata fiskastovnarnar fáa frið at vaksa aftur til sínar optimalu støddir, og síðan fiska tær nøgdir, sum teir tá kasta av sær. Toskastovnurin við Føroyar er nú einans umleið 25.000 tons. Optimal stovnsstødd er umleið 100.000 tons. Hýsustovnurin við Føroyar er nú einans umleið 17.000 tons, meðan optimal stovnsstødd er umleið 80.000 tons. Ices mælir til minking Sjálvt um bert umleið 60 av tillutaðu fiskidøgunum eru brúktir tey seinastu árini, mælir ICES til, at vit minka talið av brúktum døgum til toskaveiðu við 69 , umframt ikki at veiða hýsu í heila tikið. Sjálvt um tilmælini frá ICES eru sera umfatandi, mælir Havstovan fiskimálaráðharranum og løgtinginum til at fylgja ldquo umsitingarætlanini , sum varð gjørd, tá Johan Dahl var fiskimálaráðharri. Umsitingarætlanin leggur upp til eina stigvísa skerjing av fiskidøgunum, sum hevur til endamáls, at veiðutrýstið skal vera rætt í 2016. Havstovan sigur tó eisini, at støðan er serstakliga vánalig og tilmælir tí eina skerjing av brúktum døgum eftir toski og hýsu upp á 30 . Lurtar ikki eftir serfrøðini Fiskimálaráðharrin hevur aftur í ár valt, ikki at lurta eftir serfrøðini. Hann hevur skotið upp, at fiskidagatalið fyri næsta fiskiár skal vera óbroytt. Føroya Arbeiðsgevarafelag mótmælir harðliga hesari avgerð. Føroyar mugu reka ein fiskivinnupolitikk, har lurtað verður eftir serfrøðini. Endurreisa fiskastovnarnar Føroya Arbeiðsgevarafelag ásannar, at við munandi skerjing av fiskidøgunum kemur fiskivinnan fyrst í eina enn størri kreppu, fyri síðani at finna eina javnvág við góðum fiskiskapi og lønsemi. Felagið er tó sannført um, at tað er alneyðugt, at vit velja eina kós, har fiskastovnarnir verða endurreistir, fyri síðani at fiska tað, sum serfrøðin metir kann veiðast úr botnfiskastovnunum árliga. Gera vit tað, vil veiðan eftir botnfiski gerast nógv hægri enn í dag, fiskivinnan fer aftur at vinna pening, fiskavirkini fara at fáa nógv meir at gera og arbeiði verður til nógv fleiri hendur. Somuleiðis vil hetta føra til, at tað almenna fær nógv meira burturúr. Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at tað ber ikki til at bíða longur, við at fremja tær neyðugu tillagingarnar av fiskiskapinum við Føroyar, sum serfrøðin mælir til, quot skrivar Føroya Arbeiðsgevarafelag í dag. Harafturat hevur føroyska vinnan onga tradisjón fyri lobbyvirksemi. Jógvan Jespersen, stjóri í Nótaskipum, sum fiska sild og makrel, sigur, at felagið hevur ikki fólk í Brússel, har sum ES høvuðsborgin er, at royna at ávirka tey, sum taka avgerðirnar í ES. Haraftrat kemur, at land og kommunur eru enn ikki samd um, hvussu nógvir pengar fylgja við. Tað sigur formaðurin í Kommunusamskipan Føroya, Heðin Mortensen. Men tá tey høvdu verið í Innlendismálaráðnum og tosað um stóru verkætlanina mistu øll hugin at vera við. Tað eina felagið kom tó upp í aftur seinni. Innlendismálaráðið hevur almannakunngjørt, hvørjir íleggjarar vórðu spurdir um tunnilin millum Eysturoynna og Streymoynna Sostatt er Jóhan Christiansen ikki eins bangin fyri at yvirtaka eldraøkið, sum Heðin Mortensen, formaður í Kommunusamskipan Føroya. Í tíðindabrævi sigur bankin, at tá amerikanski stórbýurin Detroit fór á húsagang í juli, var tað tann størsti kommunali húsagangurin í amerikanskari søgu. Tí kundi tú borið ótta fyri, at órógvin fór at taka seg upp aftur. Men tað hendi tíbetur ikki. Heldur vísa hagtølini fyri amerikanska arbeiðs og bústaðarmarknaðin, at búskapurin er á rættari kós. Jalig búðskapartøl Eisini búskaparligu lyklatølini fyri Evropa hava verið jalig. Serliga jaligt er, at afturgongdin í Týsklandi fyrr í ár nú er vend til framgongd aftur. Av tí at Týskland er fremsti búskapurin í Evropa, fer ein týsk búskaparframgongd eisini at hava jaliga ávirkan á onnur lond í Evropa. ldquo Juli mánaður gav eisini ábendingar um, at skuldarkreppan í Evropa enn ikki er av. Portugal og Grikkaland hava framvegis avbjóðingar við fíggarætlanum og lógum. Hetta hevði ikki stórvegis ávirkan á fíggjarmarknaðin, men er kanska meira eitt tekin um, at ein eigur at vera varugur við hesa avbjóðing, halda serfrøðingar í BankNordik. Seinastu árini hava vit hoyrt um búskaparvøkstur í Kina á meira enn 10 um árið. Greinarar eru farnir at ivast í,um núverandi búskaparliga stevnumiðið hjá kinversku stjórnini um ein árligan vøkstur á 7 7,5 fer at halda. Hetta hevur millum annað ávirkan á fyritøkur, sum veita tænastur og útgerð til námsarbeiði, um íløgurnar í námsvinnuni lækka í mun til undanfarin ár. Greinarar meta, at tað verður neyðugt hjá kinversku stjórnini at gera íløgur í undirstøðukervi til tess at røkka einum búskaparvøkstri á 7 . Nú er hálvársroknskapartíð, og í USA hevur helvtin av fyritøkunum kunngjørt hálvársroknskapin. 70 av hesum fyritøkum høvdu eitt betri úrslit enn væntað, tó vóru úrslitini í miðal 3,2 betri enn væntað í mun til 4,3 í fjør. Kunngjørdu roknskapirnir í august, lyklatøl fyri arbeiðismarknaðin í USA og tað, at summarfrítíðin endar, verða høvuðsevnini á fíggjarmarknaðinum í august. ldquo Okkara serfrøðingar meta, við støði í nýggjastu hagtølunum, at útlitini fyri heimsbúskapin framvegis eru jalig grundað á eina støðuga uppdrift í amerikanska búskapinum, sigur Arnfinnur Gudjónsson, bólkaleiðari í BankNordik. ldquo Eisini er august ein góður møguleiki hjá íleggjarum at hyggja at íløgusamansetingini og gera neyðugar broytingar, sum eru í samsvari við váðaprofilin hjá tí einstaka, sigur Arnfinnur Gudjónsson. Vit senda krimisøguna Brennivargurin . Bókin er ein skemtilig og spennandi krimisøga, sum Jógvan Isaksen hevur skrivað. Kúllarnir Kári og Rói ganga í 6.D í Kommunuskúlanum. Tað er ikki frítt fyri, at teimum dámar at arga lærarnar og ikki altíð við mykindum. Men teir fáa álvarsligari trupulleikar at takast við, tá ið teir saman við vinfólkunum Magnusi og Beintu seta sær fyri at fanga ein brennivarg, sum herjar í Havnini. Páll Daneilsen lesur. Janus Rein vil hava tingið at biðja landsstýrið koma við lógaruppskoti um at stovna Tunnilsfelag Føroya, sum skal eiga og reka allar tunlarnar í landinum og gera nýggjar tunlar. Sambært uppskotinum skal tað kosta at koyra í øllum tunlunum, ikki bara í undirsjóvartunlunum. Verður gjaldið eina krónu fyri hvønn tunnilskilometur, fær Tunnilsfelagið 32,5 milliónir krónur um árið. Harafturat skal játtanin hjá Landsverki til tunlar fara til Tunnilsfelagið. Og í gjár boðaðu Bjarni Djurholm í Fólkaflokkinum og Bárður Nielsen í Sambandsflokkinum frá einum uppskoti um Eysturoyartunnil og Sandoyartunnil í almennum tunnilsfelagi. Teir halda ikki, at uppskotið hjá samgongufelaganum, Kára P. Højgaard, landsstýrismanni, er tað skilabesta landsbúskaparliga. Teir mæla frá, at tað uppskotið, uppskotið um privatu loysnina, verður samtykt. Uppskotið hjá Bjarna Djurholm og Bárði Nielsen er ikki komið í løgtingið enn. Tað er lagt fyri løgmann, landsstýrismannin í innlendismálum og samgonguflokkarnar. Vinnunevndin hevur biðið Fiskimannafelagið, Reiðarafelagið, Meginfelag Útróðrarmanna, Vinnuhúsið, Fiskidaganevndina og Jacob Vestergaard saman við Havstovuni og Fiskiveiðieftirlitinum koma á fundin í dag. Klokkan eitt í nátt høvdu teir 53 fjórðingar, ella 98 kilometrar, eftir at rógva til Mauritius. Klokkan eitt høvdu teir róð 44,2 fjórðingar seinastu 12 tímarnar. Silvio Berlusconi sigur, at stjórnin skal halda fram hóast álvarsligir spennningar hava verið ndash ikki minst eftir at hægstirættur her fyri staðfesti dómin móti honum fyri skattasvik Hildið varð, at dómurin kundi fella stjórnina hjá Enrico Lettas, sum bara hevur sitið í tríggjar mánaðir. Men hesum vísti Berlusconi aftur, tá hann tosaði við eini 2000 viðhaldsfólk, sum í gjár vóru savnað uttan fyri heim hansara í Róm. Tey mótmæltu hægstarættardómin. Tað, sum drívir verkið eru ikki persónligu áhugamál okkara. Áhugamál hjá øðrum og hjá Italia koma altíð í fyrstu røð, segði Berlusconi. Hann legði dent á, at nýval liggur ikki fremst í huganum hjá honum. Hann endurtók krøvini hjá sær frá fyrr, nevniliga at góðkenna búskaparligu nýskipanirnar, sum undanfarna stjórnin varð samd um at fremja. Hann varð dømdur fýra ára fongsul, har eitt ár var treytaleyst. Men hann sleppur ivaleyst undan at fara í fongsul í eitt ár, tí skal í staðin gera eitt samfelagsgagnligt samfelagstænastu ella sita í húsavarðhaldi. Umframt skattasvik er Berlusconi ákærdur fyri at havt kynsligt samband við blaðunga skøkju, valdsmisnýtslu sum forsætisráðharri og fyri at leka politiavlurting fyri at vinna einum politisku møtustøðumanni neisir. Vit senda krimisøguna Brennivargurin . Bókin er ein skemtilig og spennandi krimisøga, sum Jógvan Isaksen hevur skrivað. Kúllarnir Kári og Rói ganga í 6.D í Kommunuskúlanum. Tað er ikki frítt fyri, at teimum dámar at arga lærarnar og ikki altíð við mykindum. Men teir fáa álvarsligari trupulleikar at takast við, tá ið teir saman við vinfólkunum Magnusi og Beintu seta sær fyri at fanga ein brennivarg, sum herjar í Havnini. Páll Daneilsen lesur. Orsøkin er, at kanningin av nýføðingum er ikki eftirfarandi, tá talan er um at staðfesta CTD. Tað hava amerikanska kanningar staðfest, sambært Ulirke Steuerwald. Um vit ikki verja okkara legu, hvør skal so gera tað, spyr ein 18 ára gamal maður, sum situr á varðhaldi og hyggur at sundursoraðum íbúðarblokkum, og gøtum, fullar av knústum múrum og gróti frá rapaðum húsum og gørðum. Bardagin um Damaskus er ein ráur bardagi um forstaðirnar. Stjórnarherurin roynir at vinna Yarmuk og Dariya har suðuri, og Jobar og Qaboun í landnyrðingspartinum av Damaskus. Uppreistrarfólkið roynir hinvegin at økja maktina og trýsta Bashar al Assad úr forsetasessinum. Hvønn einasta dag flyta bardagarnir seg úr einari gøtu í aðra, og frá einum húsum í tað næsta. Samstundis tekur løgverjan framvegis bilførarar, sum koyra uttan trygdarbelti, skrellið verður burturbeint regluliga, og tá myrkrið fellir yvir Damaskus, fara fólk í býnum á matstovur at fáa sær ein bita. Hernaðarflogfør Fáur leggur longur til merkis larmandi hernaðarflogførini, sum fara við deyðuligum viðføri yvir verndarvirkjunum hjá uppreistrarfólkinum. Í løtuni sær út til, at tað er stjórnarherurin, sum er tann sterkari. Hann tekur seg alt meira fram, og uppreistrarfólkið verður kleimdari fyri hvønn dag, sum gongur. Ein orsøk kann vera tann, at stríðið millum uppreistrarfólkið, serliga sunnimuslimar og shiamuslimar er harnað nógv. Nú eru bardagarnir ikki longur bara vendir móti stjórnarherinum, men bardagar eru eisini millum sunnimuslimar og shiamuslimar. Fiskimálaráðið skal nú gjøgnumganga kærurnar, og í næstum verða tær sendar Jens Hera Jacobsen, sum fekk festið, til hoyringar. Búnaðarstovan og umsøkjararnir, sum ikki fingu festið, fáa eisini hoyringsskriv. Hesi fáa sostatt høvið at gera viðmerkingar, sigur Sunniva Sólarris, løgfrøðingur í Fiskimálaráðnum. Kortið í sendingini hjá DR2 skuldi vísa, hvar sildastovnurin svimur. Jacob Vestergaard segði seg ongantíð hava sæð kortið áður, og tað var ikki so løgið, tí kortið var skeivt. Portal.fo hevur í dag tosað við Esben Sverdrup Jensen, stjóra í danska framleiðslufelagnum fyri uppsjóvarfisk. Tað var hann, sum gjørdi viðmerkingar til kortið. Hann sigur millum annað við Portal.fo, at hann skilir væl, at føroyingar undrast á hansara útsagnir, tí viðmerkingarnar vóru gjørdar til eitt heilt annað kort. Á myndini sæst rætta kortið. Sildastovnurin er merktur við bláum, og har sæst, hvussu stórur partur av sildastovninum svimur í føroyskum sjógvi í mun til sildina í ES sjógvi. Kvotan var 3.154 tons. Línuskipini hava havt góðan fiskiskap á Flemmish Cap. Kvikk er á veg heim við góðum 300.000 pundum í rundari vekt. Hann roynd í slakar fimm dagar. Váðasteinur er einasta føroyska skipið á Flemmish Cap í løtuni. Váðasteinur hevur næstan fiskað uppí, so hann fer skjótt at sigla heim. Ulrike Steuerwald, granskari, vísir á, at sjálvt um nýføðingar verða kannaðir fyri CTD, so kann tað henda at blóðið frá mammuni órógvar úrslitið og tí skulu øll pinkubørn kannast av nýggjum, einar 3 4 vikur eftir at tey eru komin til verðina. Frankie Jensen, formaður í CDT felagnum er samdur. Hann heldur at øll børn, umframt blóðroynd, skulu eisini fáa ein ílegukanning fyri CTD. Jan Rasmussen, lækni og granskari, heldur at blóðroyndirnar geva eina góða ábending um nýføðingurin hevur CTD ella ikki og at ein ílegukanning bert skal gerast, um tað er illgruni, at pinkubarnið hevur CTD. Leygarkvøldið 3. august hevði The Absent Silver King útgávukonsert í sjónleikarahúsinum. Ístaðin fyri stólar ella standipláss á gólvinum, sum vanligt er til konsertir, vóru hølini innrættað við sofum og pútum á gólvinum, ið áskoðararnir kundu sita á. The Absent Silver King, sum vann Sement 2013, hátíðarhelt leygarkvøldið ikki bara, at teirra fyrsta fløga og LP eru komnar út, men eisini fyrsta yrkinga og stuttsøgusavnið hjá forsangaranum Trygva Danielsen. Konsertin byrjaði við, at Trygvi trakkaði fram undan reyðu leiktjøldunum og las ymsar yrkingar úr savni sínum upp. Síðani fór hann undir at syngja, leiktjøldini vóru drigin frá, og bólkurin, ið afturat Trygva telur Matthias Kapnas, Boga á Lakjuni, Per I. Højgaard Petersen, Karl Andrias Stórá og Jón McGavin, byrjaði at spæla. Men íslendska ríkisstjórnin hevur ikki umrøtt møguleikan at koma við einari yvirlýsing um, at Ísland stuðlar Føroyum í stríðnum við ES, sigur uttanríkisráðharrin við Morgunblaðið. Eins og hini strandarlondini góðtekur Ísland ikki føroysku sildarkvotuna. Men tað, sum ES nú ger, loysir ikki ósemjuna, sigur íslendski uttanríkisráðharrin. Sambært íslendsku stjórnini eru einastu tiltøk, sum sambært heimshandilsstovninum WTO, eru lóglig, forboð móti beinleiðis landingum hjá skipum, sum fiska eitt nú makrel og sild. Sambært blaðnum, New York Times, høvdu amerikanarar avlurtað eina samrøðu millum Ayman al Sa Wahiri, ið avloysti Osama bin Laden sum ovasta leiðira í al Keida, og leiðarar fyri jemenska yvirgangsfelagsskapinum Aqap, Nasser al Wu hayshi. Í samrøðuni skal Za wahairi hava givið Aqap boð um at fremja yvirgangsatsókn, veit blaðið at siga frá loyniligum keldum. Álopið skuldi eftir ætlan vera sunnudagin. Nágreiniligt Hetta var týdningamikið, tí her var talan um tveir leiðarar, sum tosaðu, og teir tosaðu nágreiniligt um, nær eitt ella fleiri álop skuldu fremjast, sigur ein amerikanskur embætismaður, sum hevur kunnleika til fregnartænastufráboðanir við New York Times. Ikki bara samrøðan, men eisini aðrar upplýsingar hava sett trygdar alarmin í gongd, sigur ein kelda við Reuters. Men hóttanin frá Aqap elvdi til, at sendistovur vórðu stongdar. Sunnudagin stongdi USA meira enn 20 sendistovur í Miðeystri og NorðurAfrika, orsakað av upplýsingum, sum komu frá avlurting av leiðarum í al Keida. Sendistovurnar eru fyribils stongdar til 10. august. MFS vísir á, at felagið í nógv ár hevur gjørt vart við trupulleikan hjá lesandi, sum búgva uttanlands. Hjá teimum er mangan trupult at hava tryggjað sær starv, áðrenn tey flyta heim, og tí kemur tað væl við, at tey ætlandi kunnu fáa pening í eina tíð, meðan tey leita eftir arbeiði. Tosa saman andlit til andlits Arbeiðsgevarar vilja tosa við fólk. Teir vilja kenna tey, vita at teir kunnu líta á tey, og fáa eitt opið prát. Tað riggar heilt einfalt ikki altíð so væl at tosa saman umvegis telefon ella Skype. Skal ein byrja sítt egna í Føroyum, tekur tað eisini tíð. Hevur tú familju, ella vilt tú bara liva onkra aðrastaðni enn heima hjá foreldrunum, so er tað heilt einfalt ótrygt at flyta til Føroyar sum er, sigur formaður í MFS, Regin Berg, í tíðindabrævi. Felagið metir, at finna ALS og landsstýrið hinvegin fram til eina loysn, sum ger at føroysk lesandi fáa pening úr ALS ndash bara í nakrar mánaðir um ikki annað ndash so gerst alt so nógv lættari. Løgreglan ger framvegis kanningar í málinum, tá ein 18 ára gamal maður stakk fýra fólk í Norðdepli. Hendingin fór fram 14. juli í ár. Vit hava tosað við Hildur Hentze, varaleiðara á kriminaldeildini. Enn vil landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ikki siga, hvat ætlanin er at gera, men embætisfólkini í Fíggjarmálaráðnum eru biðin um at koma við uppskotum. Ólavsøkudag segði løgmaður soleiðis í løgtinginum Bókin Lessons of Islands umbo part ar eina roynd at lýsa tær mentanarligu og samfelagsligu avbjó part ingar og tvístø part ur, sum ey part kenna smá oyggjasamfeløg, úr einum antropologiskum sjónarhorni. Vi part útgangsstø part i í føroyska nútí part arsamfelagnum ver part a ymiskir spurningar vi part gjørdir og knýttir at vi part komandi samfelagsvísindaligum ástø part um. Til dømis ver part ur hugt nærri at fráflyting og flytføri, familju og samleika, ungdómslívi og alheimsger part . Bókin gevur eitt íkast til kjaki part um framtí part arútlitini hjá smáum útja part arasamfeløgum, sum ofta tykjast mótsagnarkend. Í grundini, sta part festir bókin, kunnu stór modernað samfeløg eisini læra naka part av teimum smáu í tí landafrø part iliga lsquo útja part aranum rsquo . Firouz Gaini er ph.d. í antropologi og lektari á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum. Han hevur farloyvi frá hesum starvinum í løtuni, er í einum 3 ára post. Stutt eftir, at Eystari landsrættur segði dóm í málinum í fjør, vendi TAKS sær til til Kamaradvokatin í Danmark um ráðgeving. Niðurstøðan hjá Kamaradvokatinum var, at TAKS eigur at royna málið í Hægstarætti. Í tíðindaskrivinum sigur Eyðun Mørkøre, stjóri í TAKS, sigur, at TAKS heldur framvegis, at alt ikki er farið rætt fram í málinum um vinningsbýtið hjá P F Vinnuni. Tað styrkir bara okkara støðu, at Kamaraadvokaturin í Danmark tekur undir við okkum, sigur hann. Procesbevillingsnævnet, ið tekur støðu til, hvørji mál sleppa at verða roynd í Hægstarætti, gav stutt fyri summarfrítíðina tilsøgn um, at TAKS fær møguleikan at royna málið í Hægstarætti. Hetta er eitt prinsipielt mál, ið er torskilt og snýr seg um nógvar pengar. Tað kundi sjálvandi verið freistandi fyri frið skyld at lagt hetta málið á hillina, men tað er okkara skylda sum skattamyndugleiki at fylgja slíkum málum upp. Tað gera vit nú við at royna málið í Hægstarætti, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS í tíðindaskrivinum. Tað er ikki enn greitt, nær Hægstirættur fer at viðgera sakarmálið millum TAKS og partaeigararnar í P F Vinnuni í Gøtu. Vit hava roynt at fingið viðmerking frá Eyðun Mørkøre, stjóra í TAKS, og sakføraranum hjá Vinnuni í Gøtu, men tað eydnaðist ikki til hesa tíðindasending. Svarið er, at nýggja farleiðin í hvussu er má kunna kappast við ta verandi, er hana um brúnna við Streymin og millum Fjarða og tá má prísurin annan vegin ikki fara upp um 60 krónur. Einki greitt svar frá landsstýrismanninum Spyrst tú landsstýris mannin, hvat tað fer at kosta at koyra í tí privat rikna Skálafjarðatunnlinum, sum hann vil hava gjørdan, hevur Kári P. Højgaard einki greitt svar. Fortreytirnar kunnu vera so ymiskar, sigur hann Men vit eru samdir um, at nýggja farleiðin í prísi má kunna kappast við ta farleið, sum er har framman undan, er hana um brúnna við Streymin, Norðskálatunnilin og millum Fjarða. Millum 50 og 60 krónur Kári P. Højgaard sigur, at tað kostar honum 60 krónur í brennievni at koyra úr Runavík og til Havnar. Haraftrat kemur so slit uppá bilin og tíðin tað tekur at koyra longra strekkið. Landsverk Minni enn 40 krónur Eitt er, at prísurin í Skálafjarðar tunnlinum kann kappast við verandi farleið eitt annað er, um brúkarin ikki kundi sloppið enn bíligari. Sambært Landsverki slepst niður um 40 krónur, men tá er treytin, at tað almenna sjálvt stendur fyri verkætlanini. Er verkætlanin privat, verður prísurin at koyra ígjøgnum Skálafjarðartunnilin 53 krónur, sigur Landsverk. Kappingarførið Skal Skálafjarðar tunnilin einsamallur fíggja Sandoyartunnilin fer prísurin í Skálafjarðartunnlinum upp á 67 krónur, og tá verður hann ikki kappingarførur við verandi farleið, um vit siga, at hann ikki má fara upp um 60 krónur. Men verður Sandoyar tunnilin partvís fíggjaður við almennum pengum, og vit siga, at markið er 60 krónur, so er pláss fyri, at Eysturoyar tunnilin hjálpir til at fíggja Sandoyartunnilin. Gásadalur er vestasta bygd í Vágum. Hon lá leingi uttan fast samband við umheimin. Gangast kundi upp um fjøll ella siglast til og úr bygdini, men lendingaviðurskiftini vóru trupul. John Joensen í Gásadali sigur frá umstøðunum og greiðir frá søgum og staðarnøvnum fram við landinum norð á Víkar. Norðantil á oynni eru Víkar og Viðvík. Eitt skifti búðu fólk á Víkum. Viðvík beint eystanfyri var sera gott rekapláss. Livar Nysted og hinir í árabátinum tRIO settu nýtt heimsmet at rógva tvørtur um indiska havið, tá teir komu á land í Mauritius seinnapartin mánadagin. Eitt heilt samdøgur skarvaðu teir av gamla metinum, sum var 58 dagar, 15 tímar og 8 minuttir. Men hetta er tað harðasta, hann hevur higartil hevur roynt, ásannar Livar Nysted. Vit hava verið alt ov bangin fyri yvirfisking, at vit í veruleikanum hava undirfiska makrelstovnini tey seinastu árini, sigur Jens Christian Holst. Norski fiskifrøðingurin heldur at, at verður onki gjørt við tann stóra makrel trupuleikan, so verður endin tann, at tað verður eitt vistfrøðiligt skrædl í havinum. Tað er ein av ørsøkunum til, at makrel stovnurin er blivin so stórur. Ein onnur orsøk er, at tey natúrligu rovdjórini, so sum stórhvalur, havur og tunfiskur ikki longur klára at eta burturav stovninum. Í dag er sildastovnurin illani fyri, og ein orsøk er, at makrelur er komin inn á gýtingarøkið hjá sildini og tí er tilgongdini so vánalig. Eg haldi at vit mugu fiska eini 5. milliónir tons av makrelstovninum, sigur Jens Christian Holst. Hoyr alla samrøðuna við norska fiskifrøðingin her. Tað ber ikki til at gera slíkt mitt í einum kvotuári, sigur norski fiskimálaráðharrin, Lisbeth Berg Hansen, við Fiskeribladet Fiskaren. Nógvur makrelur So nógvur makrelur er í norskum sjógvi, at fiskifrøðingar og fiskimenn stúra fyri, at onnur fiskasløg hava ov lítið at eta. Lisbet Berg Hansen hevur sjálv rent seg í tann nógva makrelin. Hon var á floti, og tað var næstan ógjørligt at sleppa fram at øðrum fiski fyri øllum makrelinum inni við land, sigur hon. Kvoturnar eru býttar Men trupulleikin er, at kvoturnar fyri 2013 eru longu býttar. Og Norra, sum er eitt ábyrgdarfult strandarland og trygd fyri burðardyggum fiskiskapi, kann ikki broyta kvotuna mitt í árinum. Norra og ES eru samd um, hvussu makrelurin skal býtast í ár, sigur Lisbeth Berg Hansen við FiskeribladetFiskaren. Norskir fiskimenn, sum fiska annað enn makrel, til dømis tosk og hýsu, stúra fyri tí nógva makrelinum, tí makrelurin etur so nógv, at einki er eftir til toskin og hýsuna. Og fiskimenninir eru ikki teir einastu, sum ræðast tann nógva makrelin. Tað gera fiskifrøðingar eisini. Í gjár segði norski fiskifrøðingurin Jens Christian Holst soleiðis við Útvarpið Oljufelagið Statoil hevur bundið seg til at bora tvey hol í føroysku undirgrundina afturat. Fyrst skal holið í Brugdan II, sum byrja varð upp á síðsta summar, borast liðug og síðani verður borurin settir í, á økinum, sum verður rópt Súlan Stelkur. Sjagaklettur partrolaði við Gullberg, sum herfyri sakk norðanfyri Føroyar. Tískil var tørvur á at finna nýtt skip, ið Sjagaklettur kundi partrola við, og tað bleiv so Vesturleiki. Sjagaklettur hevur júst verið á sleipistøð til kanningar í kjalavørrinum á, at Gullberg sakk. Men sambært tí, sum VP skilir, so var einki óvanligt við trolaranum. Ósemjan seinastu tíðin er íkomin í sambandi við, at Russland ikki vildi senda eftirlýsta fyrrverandi amerikanska fregnartænastumannin, Edward Snowden, aftur til USA, og at Russland síðani hevur givið honum friðskjól. Liva framvegis í kalda krígnum Í beinleiðis sjónvarpssending í amerikanskum sjónvarpið segði Obama í sambandi við málið um eftirlýsta fregnartænastumannin, at leiðararnir í Moskva liva stundum framvegis við mentalitetinum frá Kalda Krígnum. Málið um Snowden hevur sett fer á diplomatiið millum gomlu erkafíggingdarnar, og Obama segði í sjónvarpssendingini, at hann helst fer á G 20 toppfundin, sum er fyri ríkisleiðarar í størstu ídnaðarlondunum í heiminum. Samskiftið millum USA og Russland er í løtuni darvað av Snowden málinum, og eisini av blóðuga borgarakrígnum í Sýrialandi og av at andstøðan í russisku Dumuni ikki sleppur til orðana. Sandoyartingmenninir eru komnir í eina lyklastøðu í málinum um Skálafjarðartunnilin, tí teirra atkvøða kann gerast avgerandi fyri, at meiriluti verður fyri uppskotinum hjá Kára P. Højgaard. Endamálið er at fáa Sandoyartunnilin gjørdan sum skjótast, sigur Gerhard Lognberg. Hendan spurningin vil forkvinnan í Landsstýrismálanevndini, Sirið Stenberg, hava svaraðan. Tí fer hon at spyrja nevndina og skrivaran hjá nevndini, um Landsstýrismálanevndin ikki skal kanna, um Kári P. Højgaard kann biðja tingið atkvøða um ein sáttmála, sum tingið ikki sleppur at síggja. Hvørja viku avmynda bloggararnir á Fjøllini dansa ein persón, sum tey meta hevur serliga feitan stíl. Hesa vikuna er tað 27 ára gamli diskarin Brynjolfur á Heygum, sum býr í Keypmannahavn og umframt tónleikin fæst við at lesa multimedia design á KEA. Hvussu sær títt klædnaskáp út Skápið hjá mær stendur í tí einu gongini. Ikki nógvir litir, mest svart, grátt og hvítt. Eg havi tó eitt sindur av litum. Tað er heilt pakkað vid klæðum og skóm. Eg koyri sjálvdan klæðir burtur, tí eg fái ofta hug at ganga í teimum aftur. Hvar fært tú íblástur til tín klædnastíl Tað er nokkso ring at svara uppá. Eg fái ofta íblástur frá gomlum videoløgum. Mær dámar væl nostalgi, og tað sæst aftur í øllum eg geri, haldi eg. Bæði í mínum tónleiki, á mínum klæðum og í mínari íbúð. Kanst tú stutt lýsa tín klædnastíl Um mann skal skera hann út í papp, so er hann sterkt inspireraður av bædi 80unum og 90unum. Frá indie rokk pallinum og elektroniska rave pallinum í Onglandi. Ongland hevur altíð givið mær nógvan íblástur, tá tað kemur til stíl. Hvat heldur tú ein mainstream klædnastílur er Tad er trupult at siga. Tað er blivið meira góðtikið at hava sín egna persónliga stíl. Eg vil ikki kalla tað, ein keypir í Gelluni og Jack amp Jones fyri mainstream. Tað kalli eg provins stílur . Heldur tú tín egni stílur er mainstream? Eg haldi ikki, mín stílur er mainstream. Eg vil heldur ikki siga, at hann er mega serliga. Tey flestu í mínum vinaskara hava ein eitt sindur sermerktan stíl, so eg hugsi ongantíð um, at eg kanska gangi í eitt sindur øðrvísi klæðum. Eg blívi ofta bilsin, tá onkur viðmerkir, at mín stílur er løgin og so víðari. Eitt flogfar av slagnum Embraer hjá bretska flogfelagnum British Midland Regional setti seg á Vága floghavn í dag. Talan er um ein royndartúr, fyri at royna at lenda við smærri jetflogførunum, ið taka millum 37 og 49 ferðafólk, á longda og útbygda flogvøllinum. Men sambært keldum, ið Kringvarp Føroya hevur tosað við, er bretska flogfelagið áhugað í at seta á stovn fasta flogrutu millum Føroyar og Aberdeen í Skotlandi. British Midland Regional hevur høvuðssæti í Aberdeen í Skotlandi, og haðandi hevur felagið flogrutur til Kristianssund í Noregi, Esbjerg í Danmark og Manchester, Bristol og Norwich í Onglandi. Sostatt hóskar rutunetið hjá Bristish Midland Regional seg ótrúliga væl til tørvin hjá føroyingum, sum nógvir starvast innan oljuvinnuna í Noregi og Onglandi, umframt at alsamt fleiri føroyingar velja at lesa í Bretlandi. Kringvarpið tosaði í kvøld við Jákup Sverra Kass, stjóra í Vága floghavn. Hann váttar, at flogfarið hjá British Midland Regional stendur í Vágunum, og at talan er um ein leigutúr. Hann hevur ongar viðmerkingar til leysasøgurnar um eina fasta flogrutu millum Vágar og Aberdeen. Í 2008 gavst Norrøna at sigla til Bergens, men hóast tað nú bert verður siglt millum Danmark, Føroyar og Ísland, vænta tey á Smyril Line, at ferðafólkatalið í ár fer upp um 100.000. Vøksturin er 7 til 8 prosent samanborið við í fjør. Og roknað verður eisini við, at avlop verður í rakstrinum í ár. Vitorka hevur annars í 17 mánaðir bíðað eftir svari frá landsstýrinum upp á fyrispurning um at knýta almennar bygningar í høvuðsstaðnum í eina verkætlanina við grønari orku, uttan um núverandi orkuveitarar. Í gjár tóku USA og tess sameindu diplomatar úr Jemen, og samstundis vórðu trygdartiltøkini herd á sendistovum og konsulátum í Miðeystri. Enn hevur ES ikki boðað frá, nær handilsforðingarnar koma í gildi. Fyrst varð mett, at tað kundi verða í dag, 8.august. Men nú verður gitt, at tað verður ikki fyrr enn síðst í august. Gjørdu vart við støðuna Vit gjørdu vart við, at vit vóru ikki nøgdir við býtið. Eisini førdu vit fram, at vit vildu hava eina tilgongd at savna størri vitan um útbreiðsluna av norðhavssildini, sum skuldi brúkast sum grundarlag undir samráðingunum árið eftir, sigur Andras Kristiansen. Vann ikki frama Men hvørki føroyska ynskið um at fáa størri part av kvotuni ella at fáa størri vitan um norðhavssildina vann frama millum hini strandarlondini, sigur Andras Kristiansen við Sosialin. Í summar varð hann loystur frá uppgávuni at standa á odda fyri føroysku samráðingarnevndini um makrel og norðhavssild. Nýggjur samráðingarleiðari er Herluf Sigvaldsson, ráðgevi í Fiskimálaráðnum. Andras Kristiansen stendur tó framvegis á odda fyri samráðingunum um annan uppsjóvarfisk umframt aðrar millumtjóða fiskivinnusamráðingar. Nevndin hevur tískil søkt um pengar at fara til Noregs at kanna, hvussu tey gera her. Forkvinnan í Landsstýrismálanevndini, Sirið Stenberg, ivast í, antin nakað endamál er at halda fram við nevndini. Ísland og Grønland samdust um í vár, at 12.000 tons av makreli, sum íslendsk og grønlendsk skip fiska í grønlendskum sjógvi, kann landast í Íslandi. Tey 12.000 tonsini vóru longu landað fyri tveimum vikum síðani, men nú kunnger íslendska fiskimálaráðið, at aftur er loyvt at landa grønlendskan makrel í Íslandi, tí ongar havnir eru í Eysturgrønlandi, har sum skipini kunnu sleppa av við makrelin og bunkra. Uppreistarbólkurin sigur í eini kunngerð Eftir at hava kannað rutuna, sum bilurin við forsetanum skuldi koyra, varð skotið eftir honum. Vit biðja til Gud og bíða eftir at frætta, hvat hevur hent. Víst myndir av Assad Eftir hesa kunngerðina, sendi sýriska sjónvarpið myndir av Assad, sum vísa, at forsetin biður í einari mosku. Assad varð ikki raktur, men sambært teimum upplýsingum, sum vit hava fingið, doyði onkur annar í fylginum, sigur ein talsmaður fyri uppreistrarbólkin. Kvartettin byrjaði at venja á heysti í 1968, og sungið varð á fyrsta sinni til nýggjársveitslu í Betesda sama árið. Í kvartettini vóru tá Gerhard Tróndheim, Ólavur Jøkladal, Jóannes á Váli og Árni Jacobsen ungir dreingir 15 17 ár. Síðani hevur manningin skift til, at umframt Gerhard og Árna syngja í dag Steinbjørn Jacobsen, Oddmar Marsten og Sámal Johannesen í kvartettini. Ein kvartett við fimm sangarum kann tykjast misvísandi, men kemur hetta av broytingum í 70 unum, tá onkur fór av landinum at lesa og annar loysti av, men allir hava síðani tá hingið við, og tá ein av sangarunum í dag er siglandi, er talið við hvørt fýra og við hvørt fimm. Í fyrstuni var navnið bara Kvartettin, men tá bólkurin í 1975 gav út LP plátu og kasettuband samanlagt 18 sangir varð gjørt av, at navnið skuldi vera Kvartettin í Betesda, og soleiðis kalla teir seg tann dag í dag. Tónleikarar á útgávuni í 1975 vóru Jógvan Mortensen, Leif Mortensen, Eyðun Jacobsen og Andreas Hvannastein, og áðrenn og aftaná hava aðrir verið við í fylgispælinum. Kvartettin í Betesda hevur í tíðarskeiðum verið sera virkin og hevur ferðast nógv innanlands til møti og tiltøk og var í 1977 eisini eina ferð í Danmark og Svøríki í somu ørindum. Aðrar tíðir hevur verið longri ímillum sangirnar. Gjøgnum árini hevur verið borið upp á mál at gera 30 árs og 40 árs jubileumsútgávu, men tíðin er komin og farin, uttan at tað hevur verið til nakað. Hetta gerst nú veruleiki, nú kvartettin fyllir 45 ár. Tað er Eyðun Jacobsen, ið samskipar ferðina og samstarvið við studio, ið er tað sama, ið hann sjálvur hevur samstarvað við í samband við tær báðar útgávurnar hjá góspelbólkinum Zamar, sum hann er partur av. Jógvan Mortensen stendur fyri sangvenjingunum og er við í ferðini, meðan professionellir amerikanskir tónleikarar skipa endaliga tónleikin. Røddirnar verða eisini tiknar upp í USA har eisini ljóðbland og mastring verða gjørd. Fløgan kemur út seinni í heyst. Í summar vóru fýra fólk frá frá lærda háskúlanum í Wien og náttúrugripasavninum í Stokkhólmi gjørdi kanningar av fornum plantuleivdum í Føroyum. Saman við fólki av Jarðfeingi hugdu vísindafólkini at kolalindini og millum basaltfláirnar í Suðuroy, Gásadali, Tindhólmi og Mykinesi. Í Mykinesi funnu tey knapt tveyhundrað steinrenningar. Talan er um træleivdir so sum bløð, nálir, greinar og konglar. Millum steinrenningarnar eru fleiri sløg av trøum, sum ikki hava verið skrásett í Føroyum fyrr. Skálafjarðartunnilin var ongantíð á landsstýrisfundi, áðrenn uppskotið hjá Kára P. Højgaard kom fyri tingið, og tí hava Bárður Nielsen og eg ikki havt høvið fyrr enn nú at siga, hvat vit halda um málið, sigur Bjarni Djurholm undan samgongufundinum seinnapartin. Undan samgongufundinum seinnapartin hava samgongufólk fingið eina staðiliga áheitan frá Bjarna Djurholm í Fólkaflokkinum og Bárði Nielsen úr Sambandsflokkinum um IKKI at taka undir við privatu tunnilsloysnini hjá Kára P. Højgaard. Teir báðir løgtingsmenninir hava sent samgongufólki skriv, har sagt verður, at prísurin at koyra ígjøgnum Skálafjarðar tunnilin kann gerast nógv hægri enn tað, sum er neyðugt fyri at gjalda byggikostnaðin, tí privata tunnilsfelagið tekur sær órímiliga høgan vinning fyri at gera íløgna. Atfinningarsamir tingmenn Bjarni Djurholm og Bárður Nielsen eru eisini sera atfinningarsamir um, at sáttmálin millum Landsstýrið og Copenhagen Infrastructure Partners er loyniligur og teir spyrja, hvat Fólkatingið hevði sagt, um tað ikki slapp at síggja sáttmálarnar, sum ein ráðharri gjørdi um arbeiðið at byggja brúnna um Oyrasund. Men teir báðir halda seg tó vita so mikið, at danska felagið í sáttmálanum um Skálafjarðartunnilin hevur tryggja seg væl, meðan landsstýrið ikki í sama mun hevur útvegað sær trygd fyri, at arbeiðið verður gjørt innan fyri rímiliga tíð, hvør prísurin fyri at koyra ígjøgnum tunnilin verður, og nær hann skal avhendast landinum. Alment tunnilsfelag Staðin fyri skjóta Bjarni Djurholm og Bárður Nielsen upp, at stovna eitt alment tunnilsfelag við einum kapitali uppá eina hálva milliard krónur, at koyra allar undirsjóvartunnlarnar í nýggja felagið og at lata tí felagnum upp í hendur at byggja bæði Skálafjarðar tunnlinum og Sandoyartunnlinum. Vágatunnilin og Norðoya tunnilin skulu IKKI uppí nýggja felagið, fyri at bummgjøldini í teimum báðum tunnlunum skulu fíggja íløgurnar í nýggju tunnlarnar. Men frívirðið í Vágatunnlinum og Norðoyatunnlinum skal brúkast til at fáa bíligari lán, enn tey annars høvdu verið, siga teir báðir Bjarni Djurholm og Bárður Nielsen. Festivalgestirnir eru so smátt byrjaðir at koma, lagið er gott, og R ddin er sjálvandi úti við myndatólinum. Fyriskiparirnir eru framvegis í holt við at fáa síðstu tingini upp á pláss og bjóða fólki vælkomnum til enn eitt ár við tónleiki, hugna og góðum stemningi á ársins Summarfestivali. Higartil er ikki full semja um uppskotið hjá Kára P. Højgaard um Eysturoyartunnilin, og í gjár gjørdist greitt, at semja heldur ikki er um upskotið hjá Jacob Vestergaard um fiskidagarnar næsta ár. Triðja uppskotið Enn er tó ikki frætt um nakra ósemju um triðja uppskotið frá landsstýrinum, uppskotið hjá Jørgen Niclasen um eykajáttan, so ein millión kann flytast frá játtanini til at fyrireika Eysturoyartunnilin til Sandoyartunnilin. Fiskidagarnir Vinnunevndin skuldi skriva álit um fiskidagarnar í gjár, men sum skilst vildi Fólkaflokkurin brádliga ikki spæla við og skerja fiskidagarnar nøkur fá prosent. Álitið frá Vinnunevndini skuldi leggjast fram á tingfundinum klokkan trý í gjár. Tá løgtingsformaðurin hevði bíðað í ein tíma eftir Vinnunevndini, tímdi hann ikki at bíða longur, legði fundin niður og boðaði til fundar aftur í dag klokkan 11.00. Ongin meiriluti fyri tunnilsuppskoti Sambært tí, sum tingfólk hava sagt alment um Eysturoyartunnilin, er ikki meiriluti í samgonguni fyri uppskotinum hjá Kára P. Højgaard. Mánadagin fer Rættarnevndin undir at viðgera tey fýra uppskotini, løgtingið hevur fingið um Eysturoyartunnil, Sandoyartunnil og allar hinar tunlarnar. Rættarnevndin hevur biðið landsstýrismannin, Landsverk, Kommunusamskipanina, Kommunufelagið, Arbeiðsgevarafelagið, Felagið Peningarstovnar, Verkfrøðingafelagið, P F Norðoyartunnilin og P F Vágatunnilin og Ráðið fyri Ferðslutrygd kom á fund. Rættarnevndin hevur eisini boðsent Palla Gregoriussen, arkitekti, sum hevur eitt uppskot,ið kostar nógv minni at byggja, enn ætlaði Eysturoyartunnilin, og byggifelagnum Articon um at koma á fundin mánadagin. Umskipanin ber millum annað í sær, at Mette Gjerskov, matvørumálaráðharri, sum millum annað hevur viðgjørt sildatrætuna millum Føroyar og ES, fer burtur úr stjórnini. Nýggjur matvørumálaráðharri verður partakvinna hennara í sosialdemokratiska flokkinum, Karen Hækkerup, sum hevur verið almannamálaráðharri. Sambært donskum miðlum verður Henrik Sass Larsen, sum hevur verið formaður fyri tingmanningina hjá sosialdemokratunum, nýggjur vinnumálaráðharri. Annette Vilhelmsen, forkvinna í SF, sum hevur havt henda ráðharrasessin, verður almannamálaráðharri eftir Karen Hækkerup. Nýggjur verjumálaráðharri Nicolaj Wammen úr sosialdemokratiska flokkinum, sum hevur verið evropamálaráðharri, verður verjumálaráðharri. Partamaður hansara í verjumálaráðnum, Nick Hækkerup, verður nýggjur evroparáðharri og handilsmálaráðharri. Pia Olsen Dyhr úr SF, sum hevur verið handilsmálaráðharri, avloysir Henrik Dam Kristensen sum flutningsmálaráðharri. Hann fer eisini burtur úr stjórnini, og verður formaður fyri tingmanningina hjá sosialdemokratunum. Søvndal heldur fram Villy Søvndal úr SF heldur fram sum uttanríkisráðharri, og heldur ongar broytingar verða gjørdar í ráðharrasessunum hjá teimum radikalu. Sambært einum yvirliti, sum Útvarpið hevur fingið frá Vørn, hevur Havsbrún fingið 26.400 tons higartil í ár, Faroe Pelagic hevur fingið 18.000 tons og Varðin Pelagic 15.000 tons av norðhavssild og makreli. Talan er um fráboðaðar nøgdir til 7.august. Sambært tí eru fiskað 57.000 tons av makreli og knappliga 36.000 tons av norðhavssild higartil í ár. Men privata loysnin er staðfest, og samgongan er samd um hana. Tað er niðurstøðan eftir samgongufundin í gjár, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, sum eisini væntar sær atkvøður úr andstøðuni. Og hálvt annað hundrað milliónir krónur, sum vóru í Landsbankanum, fara til Sandoyartunnilin. Nakrar broytingar skulu gerast í uppskotinum um Eysturoyartunnilin og so er leyst og liðugt, sigur samgonguleiðarin Politiið kannar framvegis málið, og nógvar avhoyringar eru eftir at gera. Knívurin, sum ungi maðurin ar skuldsettur fyri at hava stungið fýra fólk við, er ikki funnin. Perskanningin, sum Kriminalforsorgin gjørdi, er liðug. Og fútin hevur fingið at vita, at mentalkanningin verður liðug hálvan september ella seinnapartin í september. Mentalkanningin verður síðani send Rættarlæknaráðnum í Danmark til ummælis. Væntandi verður Rættarlæknaráðið eisini spurt, hvussu vandamiklar knívsstungurnar vóru. Øssur Winthereig sigur, at fyrru ferð, Kári P. Højgaard setti fólkaræðið til viks, var tá, hann hurraði hoyringsfreistina hjá borgarunum niður í nakrar fáar dagar, tá ferð skuldu setast á byggingina hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri. ldquo Tað var rein skerjing av einum demokratiskum rætti, sum borgarin hevði. quot Kári P. Højgaard og hendan samgongan skerdu hendan demokratiska rættin fyri at tekkjast eini privatari fyritøku. So máttu borgararnir lúta, sigur Øssur Winthereig. Og so hendir tað aftur Á blogginum hjá sær skrivar Øssur Winthereig, at nú ætlar Kári P. Højgaard aftur at skerja demokratisku rættindini í Føroyum. ldquo Í lógaruppskotinum um einkarætt at byggja, reka og fíggja undirsjóvartunnil undir Skálafjørð og Tangafjørð, eru enn størri demokratisk rættindi upp á spæl, sigur hann. Hann vísir á, at lógin um alment innlit í fyrisitingina er ein trygd hjá borgarunum at fylgja við, hvussu almenna fyrisitingin skikkar sær. ldquo Nú ætla Kári P. Højgaard og samgongan at seta hesa lógina úr gildi, tá tað snýr seg um tunnilsverkætlanina millum Eysturoy og Streymoy. Og eina ferð enn fyri at tekkjast eini privatari fyritøku. quot sect 15 a. Fram til 6 mánaðir aftaná, at tunnilin er tikin í nýtslu, er avtalan um einkarætt ikki fevnd av løgtingslóg um innlit í fyrisitingina. ldquo Hetta er eitt beinleiðis álop á okkara demokratisku rættindi. Vit mugu steðga hesum álopi At løgtingið bara kann seta úr gildi demokratisk rættindi, sum part av eini lóg um ein tunnil, sigur Øssur Winthereig. Føroysk miðlafólk, fakfeløg og onnur Spurdur, hvat hann mælir til at gera, fyri at steðga hesum, sigur Øssur Winthereig við heimasíðuna hjá Kringvarpinum Eg haldi, at felagið Føroysk Miðlafólk áttu at tikið málið upp. Hetta átti eisini havt áhuga hjá løgtingsins umboðsmanni, og fakfeløgini áttu eisini at víst hesum áhuga. Tað er undrunarvert, at til dømis fíggjarlig donsk áhugamál brádliga skulu kunna skerja demokratiska rættinum hjá føroyingum, heldur Øssur Winthereig, journalistur. Avvarðandi kærdi Ein dóttur í húsinum gjørdi eftir sendingina vart við seg, tí hon helt, at sendingin var gingin ov nær privatum viðurskiftum í familjuni. Hon kærdi Kringvarpið til Fjølmiðlanevndina. Og Fjølmiðlanevndin gav henni rætt í, at Kringvarpið ikki hevði víst nóg góðan fjølmiðlasið við ikki at kunna tey avvarðandi um at myndirnar. Tað er hesin dómur, sum fall í Føroya Rætti í gjár. Kringvarpið varð fríkent. Rættarúrskurðurin sigur, at ikki ber til av myndunum hjá øðrum enn teimum nærmastu at síggja hvør samleikin hjá deyða persóninum er, og tí verður kravið um endurgjald ikki gingið á møti. Vanliga arbeiða millum 120 og 150 fólk á virkinum, onkuntíð, tá nógv er at gera, eru tey fleiri. Við ársbyrjan búðu 527 fólk í Vopnafirði. Leggja vit fyrrverandi íbúgvar, sum koma til býin at arbeiða makrelvertíðina aftrat, og nøkur teirra, sum koma úr grannabygdunum, so arbeiðir umleið ein fjórðingur av íbúgvunum í Vopnafirði makrel á uppsjóvarvirkinum hjá HB Grandi. Thorgrímur Kjartansson, góðskuleiðari, sigur, at arbeiðið og framleiðslan hevur gingið heilt væl seinastu tíðina. Fiskiskapurin er støðugur, makrelurin er stórur, og tað ger stóran mun, at vit hava fingið triðja skipið í fiskiskap. Talan er um Lundey NS. Vit arbeiða við fullari ferð alt samdøgrið. Tað kann henda, at ein steðgur er upp á einar tveir tímar, meðan vit bíða eftir at avreitt verður. Seinastu tíðina hava vit bara arbeitt makrel. Størsti makrelurin verður heilfrystur til matna. Ógvuliga lítið fer til olju og fiskamjøl, sigur hann. Fýraskiftirvaktir Arbeitt verður í fýraskiftisvaktum. Tríggjar vaktir eru til arbeiðis í senn, meðan fjórða vaktin hvílir. Tá ein vakt hevur arbeitt í 12 dagar, hevur hon frí í 4 dagar. Hinvegin eru eisini nøkur arbeiðsfólk á virkinum, sum eru undir 18 ár, og sambært lógini kunnu tey bara arbeiða í 6 dagar út í eitt. Vit senda krimisøguna Brennivargurin . Bókin er ein skemtilig og spennandi krimisøga, sum Jógvan Isaksen hevur skrivað. Kúllarnir Kári og Rói ganga í 6.D í Kommunuskúlanum. Tað er ikki frítt fyri, at teimum dámar at arga lærarnar og ikki altíð við mykindum. Men teir fáa álvarsligari trupulleikar at takast við, tá ið teir saman við vinfólkunum Magnusi og Beintu seta sær fyri at fanga ein brennivarg, sum herjar í Havnini. Páll Daneilsen lesur. Loftið á Kunningarstovuni í Klakvsík er í summar karmur um nýggju hugnaligu kaffistovuna Archie s Studio. Loftið er um veturin hølið hjá listaskúlanum hjá Archibald Black, og tað er eisini har kaffistovan hevur navnið frá. Á kaffistovuna sýna tey list hjá ungum listafólkið har ímillum Silja Eystberg Wendelboe, Heiðrik á Heygum og Ludvík á Brekku. Stigtakararnir eru Sølvi Simunarson, Jákup Skovsg rd Thøgersen og Kate Hammer. Listaskúlin skal inn aftur í hølini í vetur, so ivasamt er, um kaffistovan verður verandi opin. Í grein á heimasíðuna hjá Kringvarpinum í gjár vísti Øssur Winthereig, journalistur, á, at innlitslógin og sostatt eisini fólkaræðið verður kveistrað til viks, millum annað í málinum um Eysturoyartunnilin. Og tað er fyrst og fremst landsstýrismaðurin í innlendismálum, Kári P. Højgaard, sum loyvir hesum. Og í dag ger felagið Føroysk Miðlafólk bart. Virkandi formaðurin í felagnum, Ingolf S. Olsen, sigur soleiðis í einum tíðindabrævi quot Hvat ger ein sperdur landsstýrismaður, tá hann ikki fær trumfað júst sín vilja ígjøgnum, tí fólkaræðið við tess skipanum, institusjónum og mannagongdum forða honum í tí Kári P. Højgaard ger tað upp á sín máta viðvíkjandi størstu samferðsluíløgu nakrantíð í Føroyum, Skálafjarðartunlinum, eisini nevndur Eysturoyartunnilin ndash umvegis sítt lýdna embætisverk og væl hjálptur av flestu samgongufeløgum sínum og kanska onkrum andstøðulimi við Hann avmonterar ella by passar bara allar forðingarnar. Fortreytirnar at skilja hvørva Atgongdin at hava eftirlit við, um hann sum landsstýrismaður ger sítt arbeiði í samsvar við lógina, og um alt annars er rætt handfarið, verður tikin burtur við kategoriskt at nokta innlit í nakað sum helst, sum hevur við hetta mál at gera. Somuleiðis verður møguleikin hjá løgtingslimunum at kenna fortreytirnar, ið eru avgerandi fyri yvirhøvur at tøku støðu í málinum um Skálafjarðartunnilin, tikin burtur, og Kappingarráðið hevur onki at skula havt sagt. ALT samskift kann ikki vera loyniligt Men tað KANN ikki bera til, at ALT samskiftið, sum Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, og hansara aðalráð hava havt við privata danska tunnilsfelagið, Copenhagen Infrastructure Partners, CIP, og ALT fyrireikandi arbeiðið í umsitingini er undantikið lógini um alment innlit. Kortini er svarið bums nei, tá miðlar royna at fáa bara eitt lítið sindur at vita um avtaluna um einkarrætt at gera og reka Skálafjarðartunnilin. Við loyvi frá Jón Briani Hvidtfeldt, tíðindaleiðara í Miðlahúsinum, endurgevi eg her eina av hansara mongu umbønum um alment innlit og svarið, hann hevur fingið frá Innlendismálaráðnum. Umbønin er send við telduposti 19. apríl 2013. Umbøn um alment innlit Til Innlendismálaráðið Att Rúni Joensen Vísandi til innlitslógina verður hervið biðið um innlit í fylgjandi, ið alt hevur samband við Eysturoyartunnilin Alt tilfar í samband við útbjóðingina, ið endaði 17. Apríl Alt tilfar, ið liggur til grund fyri at velja ta fyritøku, sum nú verður farið í realitetssamráðingar við Vinarliga vátta móttøku Og svarið, sum hann fær 10 dagar seinni ndash absolutta hámarkið fyri, hvussu lengi ein almennur myndugleiki hevur loyvi at forhála eitt svar upp á eina umbøn um alment innlit Innlendismálaráðið hevur móttikið skriv tygara dagfest 19. apríl 2013, har biðið verður um innlit í skjalatilfar, viðvíkjandi ætlaðu verkætlanini ldquo Eysturoyartunnlin . Innlendismálaráðið er í eini samráðingartilgongd um treytir fyri at lata einum samstarvsparti einkarætt at byggja, reka og fíggja undirsjóvartunnil undir Skálafj rð og Tangafj rð, og ikki ber til at f ra slíkar samráðingar alment. Um givið verður alment innlit í málið, er stórur vandi fyri, at tað fer at ávirka endaliga úrslitið av samráðingunum til tað verra, og í ringasta f ri kann tað forkoma ætlanini. Tí kann Innlendismálaráðið tíverri ikki kann ganga umb n tygara á m ti. Avgerðin er vísandi oman fyri nevndu ors k grundað á sect 13, stykki 1. nr. 5 ndash 6 í l gtingslóg nr. 133 frá 10 juni 1993 um innlit í fyrisitingina. Umbønin er send til Rúna Joensen, aðalstjóra, og svarað av Kaj Johannesen, fulltrúða. Tað eru somu menn, sum varða av øllum málinum í umsitingini í Innlendismálaráðnum, tað er øllum samskiftinum og samráðingunum við CIP. Teir sleppa sostatt sjálvir at gera av, hvussu neyvt alment eftirlit nakar sleppir at hava við teimum, og í hesum førinum hava teir so avgjørt, at almenningurin onki sum helst skal hava at vita um teirra virksemi. Um givið verður alment innlit í málið, er stórur vandi fyri, at tað fer at ávirka endaliga úrslitið av samráðingunum til tað verra, og í ringasta f ri kann tað forkoma ætlanini. Her er talan um subjektiva motivgransking og ikki eina objektiva meting við støði í lógini um alment innlit. Kaj Johannessen situr og gitir um, hvat innlitið skal brúkast til, og hvussu upplýsingarnar møguliga fara at ávirka málið, tá tær verða almennar. Kaj Johannessen eigur bara at meta um, hvørt umsøkjarin hevur løgligan rætt til upplýsingarnar ella ikki, og hevur absolutt onki at gera við, hvussu tær síðani verða brúktar og loftaðar. Kaj Johannessen sigur sect 13, stykki 1, nr. 5 ndash 6 í lógini um alment innlit vera grundarlagið fyri at nokta hesi umbønini um alment innlit. sect 13, stykki 1 sum hevur seks ymiskar, útgreinandi ásetingar um avmarking í rættinum til skjalainnlit. Nevndu ásetingarnar avmarka innlitið viðvíkjandi 5 fíggjarligu áhugamálunum hjá tí almenna, herundir fremjing av vinnuvirksemi tess almenna ella 6 privatum ella almennum áhugamálum, har tað vegna serligar umstøður í hesum føri er neyðugt at dylja málið. Um umstøður, sum nevndar í stykki 1 bert gera seg galdandi fyri ein part av einum skjali, skal viðkomandi gerast kunnigur við restina av innihaldinum í skjalinum. Við øðrum orðum skuldi Innlendismálaráðið havt strikað út yvir loyniligu upplýsingarnar, um tað metti ávísar upplýsingar vera so viðkvæmar, at tær skuldu dyljast, og latið innlit í restina. Soleiðis er eisini vanligt at gera. Tað er eisini góð siðvenja sum minstamark at upplýsa, hvørji skjøl eru í málinum, sum innlit ikki verður latið í. ALT skal fjalast Við sínum noktandi svari staðfestir Innlendismálaráðið, at ALT í málinum, hvør einasta telefonsamrøða og hvør einasti skrivaði bókstavur, kann fjalast fyri almenninginum í samsvar við lógina um alment innlit. Sum eitt kuriosum kann nevnast, at í lógaruppskotinum hjá Kára P. Højgaard um Skálafjarðartunnilin er ein áseting um, at avtalan um einkarrætt ikki skal verða fevnd av lógini um alment innlit. Men henda ásetingin kann ikki brúkast sum grundarlag fyri at siga nei, tí tann lógin er sum kunnugt til viðgerðar í Løgtinginum og ikki samtykt. Tí er tað bara lógin um alment innlit, sum landsstýrismaðurin og hansara embætisverk kunnu brúka sum grundarlag fyri annaðhvørt at játta ell nokta umbønum um alment innlit. Einhvør kann siga sær sjálvum, at tað kann ikki vera rætt, at lógarheimild er fyri at dylja ALT. Men tað er effektivt, tá demokratisku skipanirnar gerast ein bági. Vegna Føroysk Miðlafólk fari eg tí við hesum opna brævi at krevja, at annar løgfrøðiligur myndugleiki enn Innlendismálaráðið viðger umbønir um alment innlit í málið um Skálafjarðartunnilin. Samstundis heiti eg á allar miðlar um beinanvegin at kæra noktandi svar um alment innlit í hetta málið til Løgtingsins umboðsmann. Vit senda krimisøguna Brennivargurin . Bókin er ein skemtilig og spennandi krimisøga, sum Jógvan Isaksen hevur skrivað. Kúllarnir Kári og Rói ganga í 6.D í Kommunuskúlanum. Tað er ikki frítt fyri, at teimum dámar at arga lærarnar og ikki altíð við mykindum. Men teir fáa álvarsligari trupulleikar at takast við, tá ið teir saman við vinfólkunum Magnusi og Beintu seta sær fyri at fanga ein brennivarg, sum herjar í Havnini. Páll Daneilsen lesur. Tá vit tosaðu við vakthavandi á Politistøðini fyri løtu síðan, var enn ógreitt, hví eldur kom í. Eftir hvat løgreglan hevur fingið upplýst, var ongin staddur í bygninginum, tá eldurin kyknaði. Bygningurin, sum eldur er í, hevur verið nýttur til mangt og hvat gjøgnum árini. Hann hevur millum annað verið nýttur sum bil og lakkeringsverkstaður. Eldurin varð fráboðaður stutt fyri klokkan sjey í gjárkvøldið. Eldurin breiddi seg skjótt, og fáar minuttir seinni var eldur í øllum bygningnum. Vakthavandi á politistøðini í Havn sigur, at onkrar ábendingar eru um, hvar eldurin kann verða kyknaður, men hann er ikki ásettur. Seinnapartin fara serfrøðingar at kanna eldsbrunan. Rættarnevndin hjá løgtinginum fer fyrrapartin at viðgera uppskotini um Skálafjarðartunnil og Sandoyartunnil, og uppskotið um at leggja allar tunlarnar í landinum í eitt tunnilsfelag. Føroya Kommunufelag, Føroya Arbeiðsgevarafelag, Felagið Peningastovnar, Føroya Verkfrøðingafelag og umboð fyri Articon eru øll boðin á fund við Rættarnevndina. Eisini Palli Gregoriussen, arkitektur, sum hevur gjørt eina alternativa tunnilsætlan, er boðin á fund í rættarnevndini. Semja er ikki í Rættarnevndini um uppskotini, men sjálv miðar Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir eftir at finna eina semju, áðrenn løgtingið fer at hava aðru viðgerð av uppskotunum. Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, sum er ímóti uppskotinum hjá Kára P. Højgaard, landsstýrismanni, um privatu loysnina fyri Eysturoyartunnilin, hevur heitt á rættarnevndina um at fáa greiði á, hvussu nógv dýrari tað verður at koyra í Eysturoyartunlinum, fyri at privatir kunnu hava vinning av íløguni. Eisini heitir Jenis á Rana á rættarnevndina um at fáa hendur á øllum skjølum, sum hava samband við sáttmálan við Copenhagen Infrastructure Partners um Eysturoyartunnilin skjøl, sum eru krógvað fyri lóggevarum landsins, sigur formaðurin í Miðflokkinum. Landskassin missir eina týðandi skattainntøku, tí felagið, sum skal gera Eysturoyartunnilin, skal ikki rinda skatt av vinningsbýtinum í Føroyum. Íleggjarar úr Norðurlondum rinda ikki vinningsbýtisskatt í Føroyum sambært norðurlendsku dupultskattaavtaluni, um íleggjarin eigur meira enn tíggju prosent í partafelagnum. Sannlíkt er, sigur Fíggjarmálaráðið, at høvuðsparturin av felagnum er danskur. Tað sigur Fíggjarmálaráðið í uppriti til løgmann. Uppritið er dagsfest 21.juni, eina viku, áðrenn Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, ætlaði at skriva undir avtaluna við Copenhagen Infrastructure Partners um Eysturoyartunnilin. Avtalan verður duld sum mansmorð, men Fíggjarmálaráðið er tó sloppið at síggja hana. Tí í uppritinum sigur ráðið, at uppskotið um avtalu minkar munandi um roknaðu samfelagsnyttuna av Eysturoyartunlinum. Landsstýrið eigur at tryggja sær ein hámarksprís fyri at koyra í tunlinum, sigur Fíggjarmálaráðið. Landsstýrið eigur eisini at tryggja sær eina óhefta grannskoðan, so landsstýrið fær innlit í, hvussu privata felagið roknar avkast, byggikostnað og íløgur. Óheft og sakkøn fólk eigi eisini at sleppa at eftirkanna og grannskoðan forverkætlanina, sum privata felagið kemur við. Og landsstýrið eigur at tryggja sær, at tað kann sleppa burtur úr aftur avtaluni við Copenhagen Infrastructure Partners, tá tað hevur fingið forverkætlanina. Fíggjarmálaráðið gevur ikki fult innlit í uppritið til løgmann. Fíggarmálaráðið hevur strikað upplýsingar, sum beinleiðis vísa til ella endurgeva trúnaðarupplýsingar í avtaluni millum Innlendismálaráðið og Copenhagen Infrastructure Partners. Bæði meirilutin og minnilutin í Vinnunevndini mæla landsstýrismanninum í fiskivinnumálum til at fáa greiðu á, hvørji uppáhald eru sonn ella best grundað í tvídráttinum millum vinnuna og Havstovuna um makrelin. Í álitinum um fiskidagar næsta ár siga bæði meirilutin og minnilutan við somu orðum, at tvídrátturin millum vinnuna og Havstovuna um ávirkanina av veldugu makrelnøgdini í føroyskum sjógvi ger støðutakanina hjá nevndini um fiskidagar trupla. Meirilutin og minnilutin mæla tí landsstýrismanninum til at skipa eitt greiningararbeiði fyri at fáa greiðu á, hvørji páhald eru best grundað ella sonn, tey hjá fiskifrøðingum ella tey hjá fiskimonnum. Vandi er kortini fyri, at samráðingarnar detta niðurfyri, áðrenn tær eru byrjaðar. Tí í gjár kunngjørdi ísraelska stjórnin, at hon hevur givið loyvi til 1000 búsetingar afturat á hersetta vestara áarbakka. Onki at samráðast um Palestinski forsetin, Mamhmoud Abbas, sigur, at einki er at samráðast um, heldur Ísrael fram við búsetingarpolitikki sínum. Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, hevur sagt, at 104 palestinskir fangar verða latnir leysir í fleiri umførum, til tess at fáa gongd á aftur friðarsamráðingarnar. ES og altjóða gjaldoyragrunnurin, IMF, hava játtað Grikkalandi 240 milliardir evrur, til tess at forða fyri, at landið fer á húsagang. Sambært Der Spiegel hava týska fíggjarmálaráðið og IMF gjørt frágreiðingina fyri samveldisbankan. Aksel V. Johannessen, formaður í Javnaðarflokkinum, segði við in.fo í gjár, at hann væntar og vónar, at Gerhard Lognberg, eins og allir aðrir tinglimirnir hjá flokkinum, atkvøður fyri uppskotinum, sum Aksel Johannessen hevur lagt fyri tingið saman við Er Javnaðarflokkurin ikki samdur, hevur flokkurin ein innanhýsis trupulleika, sum má loysast áðrenn atkvøðugreiðslan kemur fyri tingið, sigur Aksel Johannessen við in.fo. Tað er Søren Espersen úr danska fólkaflokkinum, ið hevur kallað danska fiskimálaráðharran og danska løgmálaráðharran í samráð. Orsøkin er, at ES ætlar at seta tiltøk í verk mótvegis Føroyum í stríðnum um sildina í Norðuratlantshavi. Formaður í Føroyanevndini er Sjúrður Skaale. Grundlógin Søren Espersen spyr millum annað, hvussu handilstiltøk móri føroyskum fiskimonnum, danskir ríkisborgarar, búsitandi í Føroyum sum ES hevur samtykt, og sum Danmark skal seta í verk, er í samsvari við grundlógina, har tað stendur, at munur má ikki gerast á donskum ríkisborgarum ndash og um ráðharrin kann tryggja, at handilstiltøkin ikki stríða móti grundlógini. Hetta verður gjørt, eftir at fleiri fráboðanir um vikuskiftið komu um rúsdrekka ávirkaðar bilførarar og bátaførarar, sum myndugleikarnir steðgaðu í sambandi við festivalin í Klaksvík. Trygdarovastin hjá Summarfestivalinum, Louis Juliusson, vísir á, at festivalurin ikki hevur ábygdina av slíkum. Men hann ásannar, at tørvur er á onkrum eyka tilboði fyri at forða fyri slíkum tilburðum. Eldurin var fráboðaður stutt fyri klokkan sjey í gjárkvøldið. Eldurin breiddi seg skjótt, og fáar minuttir seinni var eldur í øllum bygningnum. Orsøkin til, at tað gongur betur at avgreiða málini, er, at stovnarnir, har fólk skulu sita dómin, hava fingið fleiri pláss. Samstundis hevur Kriminalsforsorgin í Grønlandi sett eina nýggja skipan í verk, sum ger, at tað gongur skjótari at boðsenda fólki at sita. Grønlendingar, sum eru dømdir í trygdarvarðhald, tað, sum eisini verður nevnt forvaring sita framvegis í fongsli í Danmark. Men nú verður ein nýggjur stovnur bygdur í Nuuk til endamálið, og hann skal eftir ætlan standa liðugur í 2017. Tá flyta fangarnir til Grønlands. Fyrsta tiltakið verður í hølinum hjá Eik Banka í kvøld, har stjórin á Fiskamarknaði Føroya, Jens Christian Olsen, fer at greiða frá. Tveir filmar verða eisini sýndir. Stóri sjómannadagurin verður í Klaksvík leygardagin, og tað verður landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, sum setir dagin. Nú skal tað gerast lættari hjá okkum øllum at finna útav, um tað loysir seg at keypa tilboðsvørur ella at fara á utsølu. Rannvá Ragnarsdóttir, brúkaraumboð, hevur gjørt nakrar leiðreglur fyri, hvussu vørur skulu lýsast og marknaðarførast. Hetta ger, at bankin framvegis væntar, at úrslitið í 2013 fyri virðisjavna og skatt verður 130 160 milliónir krónur. Tað var 102 milliónir krónur í fjør. Umleggingar Orsøkin til góðu gongdina í ár eru umleggingarnar í virkseminum, sum spara samtakinum sjey prosent í útreiðslum, og ikki hevur verið neyðugt at staðfesta størri tap enn frammanundan mett. Vit hava skert útreiðslurnar sjey prosent í mun til í fjør. Og av tí at niðurskrivingarnar eru í samsvari við væntanirnar, hava vit í øðrum ársfjórðingi fingið besta rakstrarúrslitið í nýggjari tíð, sigur Janus Petersen, forstjóri í BankNordik. Inntøkurnar tær somu Men inntøkurnar eru tær somu sum i fjør. Færri biðja um lán og kredittir, men inntøkurnar frá Trygd, sum BankNordik eigur, eru tó øktar. Tað tyngir roknskapin í ár og komandi ár, at BankNordik skal lata 25 milliónir krónur til at styrkja Innskjótaratrygdargrunnin. Stóra innlánsyvirskotið og góða gjaldførið hava gjørt, at BankNordik seinastu mánaðirnar hevur verið afturhaldin á avtalumarknaðinum fyri innlán. Harumframt er ein øktur partur av samansparingini hjá kundunum fluttur í virðisbrøv. I Meirilutin, samgonguflokkarnir og Janus Rein, mælir harafturat til, at línuskipini og útróðrarbátarnir undir 15 tons missa sjey prosent av sínum døgum. Minnilutin, Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin, heldur, at línuskipini og húkabátarnir og trolbátarnir, sum eru størri enn 40 tons, missa átta prosent av sínum døgum. Elsebeth Mersedis Gunnleygsdóttir, forkvinna í Rættarnevndini, segði við Útvarpið í gjár, at nevndin heitti á landsstýrismannin um at fáa innlit í øll skjølini, hann hevur um Eysturoyartunnilin. Ivasom Í dag eru umboð fyri Vágatunnilin og Norðoyatunnilin og Fíggjarmálaráðið, sum ivast ikki sørt í ætlanini hjá Kára P. Højgaard, eisini biðin um at koma á fund í Rættarnevndini. Rættarnevndin roynir at fáa ein fund í lag við Copenhagen Infrastructure Partners. Møguliga verður tann fundurin fríggjadagin, sigur Elsebeth Mersedis Gunnleygsdóttir. Málið hevur skund Kári P. Højgaard hevur sagt, at málið hevur skund, tí hann skal undir avtaluna við Copenhagen Infrastructure Partners fyri 1.september. Forkvinnan í Rættarnevndini sigur, at nevndin brúkar ta tíð, hon heldur vera neyðug, at viðgera og skriva álit um tey fýra lógaruppskotini um Eysturoyartunnil, Sandoyartunnil og allar tunlar. Men sambært grønlendska Kringvarpinum, KNR, hevur Danmark boðað ES nevndini frá, at tað góðtekur danska stjórnin ikki, tí Føroyar og Grønland eru ikki í ES, sigur Keld Ludvigsen, varastjóri í Trafikstyrelsen, við KNR. Løgtingið samtykti í fjør vár, at landsstýrið skal útgreina og kanna møguleikarnar fyri at yvirtaka loftrúmið yvir Føroyum til føroyska umsiting, og síðani taka upp samráðingar við ríkisstjórnina um yvirtøku og leggja lógaruppskot fyri løgtingið um at skipa føroyskt loftrúmseftirlit. Pál Joensen Poltiken skrivar, at um tú hyggur eftir tíðunum hjá Pál Joensen eru góð prógv fyri, at munur er á báðum síðunum á hylinum. Tað er óvist, hvussu nógv hesin streymur kann hava ávirkað úrslitið hjá Páli Joensen, men serliga í 50 metrar finaluni eru hvassar útsagnir um, at streymurin kann hava ávirkað finaluúrslitið. Hesin tradisjonelli parturin er, sambært hinum strandarlondunum, 32.000 tons í ár. Føroyska kvotan er 105.000 tons, og longu nú eru fiskað okkurt um 40.000 tons. Norski fiskimálaráðharrin hitti í gjár fólk í feløgunum, sum varða av norsku fiskivinnuni. Tey tóku undir við landingarforboðnum móti Føroyum. Tunnilsavtalurnar møguliga í Rættarnevndini Tað er framvegis ikki greitt, um Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, fer at lata Rættarnevndini skjølini í tunnilsmálinum og avtaluna við Copenhagen Infrastructure Partners um Eysturoyartunnilin Rættarnevndin hevur aftur í dag viðgjørt uppskotini um Skálafjarðartunnilin og Sandoyartunnilin. Loynilig avtala Landsstýrismaðurin hevur tikið undir við, at avtalan millum seg og Copenhagen Infrastructure Partners er loynilig. Tað hevur elvt til nakað av øsing í Løgtinginum, sum vil hava innlit í sáttmálan, so tingfólk vita nágreiniliga, hvat tey skulu taka støðu til. Tí vil Rættarnevndin nú hava innlit í avtaluna. Stutt fyri klokkan 12.00 varð landsstýrismaðurin kallaður á fund við Rættarnevndini. Og tá visti hann ikki, um skjølini verða latin Rættarnevndini. Hoyr samrøðuna við Kára P. Højgaard Í ólavsøkuróðrinum var 5 mannafarið Havfrúgvin kolldømd fyri at tjóvstarta í umróðrinum móti Ørnini, eftir at hesir báðir bátar vóru komnir javnt um málstrikuna í fyrra róðrinum. Men Havfrúgvin vil vera við, at tær ikki tjóvstartaðu og mettu seg illa viðfarnar, tí ikki bert vórðu tær kolldømdar, men tær mistu eisini 2. plássið og øll stigini, sum tær høvdu fingið, um tær so høvdu damlað á mál. Í minsta lagi 2. pláss Tískil kravdi VÍF kappróður, at Havfrúgvin í minsta lagi fekk 2. plássið á ólavsøku, og harvið fær tey seks stigini í upprunaliga róðrinum. Eisini varð kravt, at reyða kortið verður tikið aftur, men VÍF hevur ikki fingið viðhald í nøkrum. Høvuðsdómarin dømdi rætt Róðrasambandið grundgevur í aftursvarinum til VÍF kappróður, at RSF metir, at høvuðsdómarin hevur dømt rætt, og at Havfrúgvin loysti krókin úr bátinum, áðrenn loyvt var. Mong standa spyrjandi, hví Havfrúgvin eisini skal missa øll stigini fyri eitt 2. pláss, sum manningin róði seg fram til. Til hetta sigur Róðrarsambandið, at viðvíkjandi umróðrinum er eingin serskild grein at døma eftir. Tískil verður dømt eins, og var tað ein vanligur róður, har kolldømingin á einum kappingardegi er galdandi fyri allar róðrarnar tann dagin, róð verður. Tað er brot á bæði lógina um ábyrgd landstýrismanna og á tingskipanina, at týðandi upplýsingar verða hildnar aftur fyri løgtinginum í málinum um Skálafjarðartunnilin. Tað heldur Halgir Winther Poulsen, advokatur. Toftamaðurin fegnast um at fáa styttri veg til arbeiðis, sandingurin kennir seg avskornan frá meginøkinum, og havnarmaðurin kallar tunnilsætlanirnar ørar, tí tað er so nógva aðrastaðni í samfelagnum, at pengarnir høvdu verið betur brúktir. Hvørja viku fara Fjøllini Dansa at gera eina myndrøð av einum persóni, sum tey halda, hevur feitan stíl. Hesa vikuna er tað 18 ára gamla Sára Kvilt Lindberg úr Tórshavn, ið gongur á Føroya Studentaskúla í Hoydølum. Eg havi ikki rættiliga nakran ávísan klædnastíl, mær dámar so nógv ymiskt. Eg elski at vera fín, so mann kundi væl sagt, at mín stílur er eitt sindur fínur í tí. Eg veit ikki, hvussu eg skal lýsa mín stíl, men sum sagt so dámar mær so nógv ymiskt, og onkuntíð havi eg ringt við at seta nakað saman. Tað hevur eisini nógv at siga, hvørjum lagi eg eri í, so sær mann tað eisini á klæðunum. Ja, heilt bestemt. Eg elski at pynta mær, og eg elski at shoppa. Eg haldi, at stílur er nakað persónligt, tað er ein máti at útrykkja seg uppá, mann sær eisini á einum persóni, hvør hann er, tá man hyggur eftir hvørjum klæðum, hann gongur í. Eg havi ikki orduliga nakað yndismerki ella yndishandil. Eg keypi tað, sum mær dámar og líkamikið við hinum. Men býurin, ið mær dámar best at shoppa í, er heilt sikkurt London Og teir flestu pengarnir fara uppá klæðir, so tað kann man væl siga, at eg geri nógv av. Mær dámar væl at hyggja at klæðum á netinum og at lesa mótabløð, so eg vildi sagt, at eg fái mín íblástur har frá. Sum eg segði áðrenn, so havi eg ofta ringt við at seta klæðir saman, tí at eg havi so nógv ymiskt, sum ikki riggar saman, so sum oftast hoppi eg bara í okkurt og hey, so sá tað ikki so galið út kortini. Men treytin hjá øllum 33 tingfólkum er, at tey vátta, at tey síggja sáttmálan í trúnaði. Tað er, at tey mugu ikki siga fyri øðrum, hvat stendur í sáttmálanum. Rættarnevndin hevur aftur fund um tunlarnar fríggjadagin. Tá eru Copenhagen Infrastructure Partners og Búskaparráðið biðin um at koma á fund. Forboð móti alilaksi Tey, sum leggja trýst á ES at boykotta Føroyar, vilja eisini hava ES at seta forboð fyri at innflyta laks úr Føroyum, tí sild og makrelur eru í fóðrinum, sum laksurin fær. Men so er ikki, sigur Odd Eliasen. Sambært einum yvirliti, sum Útvarpið fekk frá Vørn fyri einari viku síðani, hevði Havsbrún tá fingið 26.400 tons í ár, Faroe Pelagic 18.000 tons og Varðin Pelagic hevði fingið 15.000 tons av norðhavssild og makreli. Havsbrún fekk nógvan svartkjaft fyrr í ár, og hann verður saman við øðrum fiskasløgum, eitt nú lodnu, brúktur til alifóður. Verður tað ov lítið, keypir Havsbrún mjøl úr øðrum londum til fóðrið, sigur Odd Eliasen. Odd Eliasen segði við Útvarpið fyri tveimum mánaðum síðani, tá Havsbrún varð skuldsett fyri at brúka sild og makrel til alifóður, at virkið kann altíð prógva, at so er ikki. Á G festivalinum varð nýggja sjónbandið til lagið quot Shut up amp Sing quot hjá Gretu Svabo Bech frumframsýnt. Eir Nolsøe var ein túr í Miðvági og tosaði við Gretu um nýggja sjónbandið, at flyta heim og yrkisleið hennara. Innslagið varð upprunaliga gjørt til ólavsøkusendingina hjá Kringvarpinum quot Á ólavsøku quot , sum var send 28. juli. Ætlanin hevur verið at hita fyrstu átta húsini upp í august september í ár við fjarhita frá einum vatntanga, sum verður hitaður við orku frá vindmylluni. Fimm milliónir eru játtaðar til kunningartøknina, telduskipanina, hjá Almannaverkinum í ár. Nú biður Almannamálaráðið um at fáa fýra av teimum fimm milliónunum til eykajáttanina. Lógin um stuðul til pápar, sum gjalda barnapengar, er broytt, so har loypur ein millión av í ár, vísa framskrivingar. 450.000 krónur verða tiknar frá ættleiðingarstuðlinum. Bara eitt barn Higartil í ár er bara latin stuðul til eitt barn, sum er ættleitt. Tey flestu vilja hava børn úr londum, har sum bíðitíðin er rættiliga long. Tí roknar Almannamálaráðið við stuðli til seks ættleiðingar í ár. 750.000 krónur verða tiknar av pengunum, sum eru ætlaðir teimum, sum ansa eftir fólki, eitt nú gomlum foreldrum, heima við hús. Færri umsóknir um ansingarsamsýning koma nú. Orsøkin kann vera fleiri ellis og røktarheimspláss, heldur Almannamálaráðið. Arbeiðsfremjandi tiltøk Og so er ein millión eftir fyri at fáa tær 7,2 milliónirnar, sum løgtingið er biðið um til eldraøkið og serforsorgina. Lógin um arbeiðsfremjandi tiltøk kom í gildi 1.januar í ár. Talan er um nýggj tiltøk og nýggjar skipanir. Øll játtanin verður væntandi ikki brúkt í ár, sigur Almannamálaráðið. Miðeystur tíðindamaðurin hjá Sky, Sam Kiley, sigur frá aðrari leguni, Rabaa al Adawiya, at skotini hava dunað leingi. Sam Kiley sigur, at stjórnarstyrkirnar nýta vápn sum maskinbyrsur, M16, AK 47, og skotið verður beint inn í mannamúgvurnar. Hetta er tað ógvusligasta, eg havi verið út fyri. Hetta minnir ikki sørt um blóðbaðið í Rwanda á sinni, sigur tíðindamaðurin, Sam Kiley, við Sky News. Tað heldur Moody acute s, sum ivast í skoðsmálinum hjá Føroyum. Tað er ov gott, ger ES álvara av hóttini um handilsforðingar, og verður tí helst verri. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum missir ikki svøvnin, men hann undrast á, at ratingin ikki er hækkað, nú føroyska sildakvotan er trífaldað Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri í Tórshavnar kommunu, sigur við Sosialin í dag, at málið um tey nógvu óbrúktu ansingarplássini er nakað, sum nú verður tikið upp í kommununi. Men enn er støða ikki tikin til, um ansingarstovnar veruliga skulu niðurleggjast. Fyrr varð roknað við, at 300 børn vórðu fødd í kommununi um árið. Nú liggur talið millum 240 og 260 børn, sigur trivnaðarstjórin í Tórshavnar kommunu. Tað veit portalurin.fo at siga frá Sunnmørsposten. Portalurin.fo skrivar, at Lisbeth Berg Hansen, fiskimálaráðharri, hevur havt fund við vinnuna um málið. Á fundinum gjørdust partarnir samdir um, ikki at nýta sama leistin sum Føroyar og Ísland. Tí fari eg at tosa við hini londini, fyrst og fremst ES, áðrenn nøkur stig verða tikin, sigur norski fiskimálaráðharrin sambært Portalin. So stórur er vøksturin ikki í sildaútflutninginum. ES keypti sild fyri 113 milliónir krónur úr Føroyum í fjør, í 2010 var talið 97 milliónir. Vøksturin er 110 prosent. Men føroyska sildakvotan hækkaði ikki fyrr enn í ár. Sild og makrelur fyri 93 milliónir Umframt tað, sum ES keypir, fóru sild fyri 11 milliónir og makrelur fyri 82 milliónir umvegis ES havnir til lond uttan fyri ES í fjør. Misvísandi tøl Tá Danska matvørumálaráðið stutt fyri ólavsøku kunnaði Evropanevndina hjá fólkatinginum um komandi handilsstongsulin móti Føroyum, fekk nevndin at vita, at føroyingar vóru í vanda fyri at missa stívliga 1,1 milliard krónur. Kredittmetingarfyritøkan Moody acute s segði í fráboðan týsdagin, at tíggju prosent av føroyska útflutninginum í fjør vóru makrelur og sild til ES. Landsstýrið bað stjórnina seta lógina í gildi í Føroyum eisini, og í mai í ár samtykti løgtingið lógina, sum kemur í staðin fyri lógina frá 1999. Nevndin, sum nú er, heldur fram til landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur valt nýggja nevnd. Arbeiðið at velja nýggja nevnd er byrjað, upplýsir Heilsumálaráðið. Í verandi Vísindasiðsemisnevnd eru tveir yvirlæknar, tveir studentaskúlalærarar, ein prestur, ein sjúkrarøktarfrøðingur og ein kommunulækni. Gunhild Ísfeldt, lækni, er forkvinna í nevndini. Deildarleiðarin á arbeiðseftirlitinum viðurkennir, at tað er altíð rúm fyri betringum, eisini í teirra arbeiði, men hann vísir samstundis á, at tey hava verið við til at gera stórar ábøtur á trygdina á virkinum í Kollafirði. Sjey norðurlendsk universtitet eru millum hundrað tey bestu á listanum hjá Jau Tong universitetinum í Sjanghei, sum ger ein lista við 400 teimum bestu universitetinum í heiminum. Páll Guðlaugsson tekur við sum venjari eftir Hans Fróða Hansen, sum varð sagdur úr starvi fyri trimum vikum síðani. Somu lagnu fekk Páll Guðlaugsson í KÍ fyrr í ár. Fyrrverandi landsliðsvenjari Páll Guðlaugsson er 54 ár og ættaður úr Íslandi. Hann hevur drúgvar royndir sum fótbóltsvenjari. Umframt, at hann var landsliðsvenjari fyrstu árini, Føroyar royndu seg í altjóða fótbólti, hevur hann staðið á odda fyri ÍF, EB Streymi, B36, GÍ, íslendska Keflavík og KÍ. Vilja vera í bestu deildini Uppgávan er fyrst og fremst at tryggja TB framhaldandi umboðan í bestu deildini, sigur Andr Dalfoss, formaður í TB, við Suðurrás. Páll Guðlaugsson vandi fyri fyrstu ferð TB liðið í gjárkvøldið, og fyrsti dysturin hjá TB undir hansara leiðslu verður nú sunnudagin, tá TB fær vitjan av ÍF við Stórá í Trongisvági. Týsdagin samtykti løgtingið við 18 atkvøðum frá samgonguni, Framsókn og Janusi Rein, uttanflokkatingmanni, at trolararnir missa fýra prosent av sínum døgum, línuskipini og teir smáu útróðrarbátarnir missa sjey prosent. Ger ongan mun Skerjingin ger ongan veruligan mun sum støðan er, tí í øllum trimum bólkum, sum skulu skerjast, eru nógvir óbrúktir fiskidagar, eisini í verandi fiskiári, sum endar um góðar tvær vikur. Seinastu trý árini eru í miðal 541 óbrúktir dagar í trolarabólkinum, teir missa nú 185 dagar, 596 dagar hjá línuskipunum er ikki brúktir, tey missa 180 dagar, og 5 túsund og 197 dagar hjá smáu útróðrarbátunum vórðu ikki brúktir. Teir missa 742 dagar 1.september. Framsøgumaðurin, Khaled el Khateeb, sigur við AP í dag, at talið á meiðslaðum í bardøgum millum trygdardeildir hjá stjórnini og viðhaldsfólk hjá frákoyrda forsetanum, Mohamed Mursi, er komið heilt upp í 3.572. Trygdarlið og løgregla ruddaðu upp Bardagarnir í Kairo byrjaðu, tá trygdarlið hjá stjórnini og løgreglan fór undir at rudda tvær mótmælislegur við viðhaldsfólki hjá frákoyrda forsetanum Muhamed Mursi. Herurin rak Mursi frá valdinum 3. juli, og síðan hava viðhaldsfólk hansara hildið til í hesum báðum mótmælislegunum. Stríðið hevur breitt seg Stríðið millum Mursi viðhaldsfólk og viðhaldsfólk hjá nýggju stjórnini kyknaði í Kairo. Men síðan hevur tað breitt seg til fleiri aðrar býir. Stríðið og bardagarnar hava fingið stjórnina at seta í gildi undantaksstøðu í landinum í fyribils ein mánaða. Í gjár var minnisløta á Skarði, har minnisvarðin varð reistur fyri at minnast teir, ið fórust við Skarðsbátinum, Tollaksmessudag í 1913. Hans Pauli Olsen, listamaður, hevur gjørt minnisvarðan, og íblásturin til minnisvarðan hevur hann fingið frá dramatisku hendingini fyri 100 árum síðani og frá tveimum drangum norðan fyri Skarð. 14. juli varð skipað fyri minningar og hátíðarhaldi, tá minnisvarðin, í nú avtoftaðu bygdini á Skarði, skuldi avdúkast. Gingið varð norður bæði úr Haraldssundi eftir bakkanum og úr Kunoy eftir bygdargøtuni, niðan gjøgnum Skoradal og um Skarðsgjógv. Við í ferðini vóru mong ættarfólk ymiskar staðir úr landinum. Teirra millum var eisini Kaj Dam, ið hevði sett sær fyri at ganga leiðina frá langabbanum í Kunoy, Johan Dam sum fórst við Kunoyarbátinum frá 8 børnum til hin langabban av Skarði, Jákup Petur Petersen, sum fórst við Skarðsbátinum frá 3 børnum í 1913. Felagið Línuskip hevur sent løgtinginum hvast mótmæli, nú tingið hevur samtykt at taka sjey prosent av fiskidøgunum frá línuskipunum. Línuskipini hava brúk fyri øllum døgum, tá fiskiskapurin batnar aftur. Men tey hava longu mist 100 dagar hvørt, síðani fiskidagaskipanin kom, sigur Óli Lassen, næstformaður í Felagnum Línuskipum. Pallborðsfundurin byrjar við framløgu hjá Bjørn Kunoy, PhD og løgfrøðingi í Uttanríkistænastuni, og Hans Ellefsen, PhD í búskapi. Teir greiða frá ósemjuni um býti av makrel og sildastovnunum út frá einum altjóðarættarlig atliti. Síðani verður kjakast um makrel og sildastríðið í sambandi við eitt væl mannað pallborð, har høvið verður at seta spurningar úr salinum. Við pallborðið sita Kaj Leo Holm Jóhannesen, løgmaður, Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, Pól Huus Sólstein, stjóri í North Pelagic, Bjørn Kunoy, uttanríkistænastan, og Hans Ellefesen, PhD í búskapi. Tiltakið er partur av sjómannadøgunum, sum í hesum døgum fara fram í Klaksvík. Landsstýrismálanevndin vil hava at vita, hví landsstýrismaðurin tvíheldur um, at sáttmálin at byggja Skálafjarðatunnilin skal vera loyniligur fyri løgtinginum. Helt upplýsingar frá Landsverki aftur Landsstýrismálanevndin vil eisini hava at vita, hví landsstýrismaðurin ikki lat løgtinginum upplýsingar frá Landsverki, tá hann svaraði einum grein 53 fyrispurningi frá Høgna Hoydal og Aksel V. Johannesen um Skálafjarðatunnilin. Upplýsingar, sum hansara egna aðalráð hevði biðið um frá Landsverki í sambandi við prísmunin á einari almennari og einar privatari tunnilsloysn. Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, var ikki nøgdur við svarið frá Landsverki, tí valdi hann ikki at bera tað niðan í løgtingið. Hoyr samrøðu við Kára P. Højgaard, landsstýrismann, og Sirið Stenberg, løgtingskvinnu og forkvinnu í Landsstýrismálanevndini Eitt av høvuðsendamálunum við átakinum er ndash við samstarvi og gjøgnumskygni ndash at tryggja, at laksaaling er langtíðarburðardygg, boðar Bakkafrost frá í tíðindaskrivi. bdquo Vit vita frá okkara royndum í Føroyum, hvussu umráðandi tað er at samstarva við aðrar fyritøkur í vinnuni. GSI letur hurðina upp fyri einum altjóða samstarvi, har vit hava møguleika at luta vitan við heimsins størstu alifyritøkur og at møta teimum avbjóðingum, ið standa vinnuni fyri framman, ldquo sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost. Tveir triðingar av heimsframleiðsluni Limirnir í GSI umboða meira enn 2 3 av heimsframleiðsluni av laksi. Food and Agriculture Organization hjá ST FAO , ið samstarvar við GSI, metir, at burðardygg aling er ein umráðandi og neyðug kelda til heilsugóðan proteinríkan kost til komandi ættarlið. Millum feløgini, sum eru við í nýggja samstarvinum, eru Acuinova Chile, Bakkafrost, Blumar, Grieg Seafood, Lerøy Seafood Group og Marine Harvest. Til atkvøðugreiðsluna um fiskidagarnar atkvøddu 19 fyri, 9 ímóti, og ein atkvøddi blankt. Hetta merkir, at fiskidagarnir hjá partrolarum verða skornir við 4 prosentum, og fiskidagarnir hjá línuskipum yvir 110 tons og hjá smærri útróðrarbátum verða skornir við 7 prosentum í mun til í fjør. Men niðurskurðurin er so lítil, at hann ger yvirhøvur ongan mun, heldur Atli Gregersen, fiskifrøðingur og stjóri í alifyritøkuni Hiddenfjord. Keldur siga við Dag og viku, at avleiðingin er, at Copenhagen Infrastructure Partners fær eina miljón krónur, um avtalan ikki verður undirskrivað fyri 31. august. Hetta er partur av einari avtalu, sum Kári P. Højgaard longu hevur gjørt við danska felagið. Fyri 100 árum síðani fórst ein bátur, sum hoyrdi heima á Skarði. Alt arbeiðsføra mannfólkið á Skarði, 7 mans, sjólótust henda dagin. Seks ár seinni fluttu seinastu fólkini úr bygdini. Í gjár varð minnisvarði reistur á Skarði, at minnast teir, sum fórust við Skarðsbátinum. Løgmaður fekk fyri einum góðum mánaða síðani sjey milliónir krónur at keypa sær serkunnleika at hjálpa landsstýrinum við at fyrireika gerðarættarmálið. Fyrireika mótspælið Nú handilsforðingarnar nærkast av álvara, er landsstýrið eisini farið undir at leggja síðstu hond á sítt mótspæl. Tá landsstýrið hevur lagt málið fyri altjóða gerðarrætt, og tað verður, sum Útvarpið skilir, gjørt í dag, fær tað sum skilst steðgandi virknað. Og so kunnu tiltøkini hjá ES neyvan setast í verk, so leingi gerðarrætturin situr. Nakrar fáar dagar eftir at handilsforðingarnar væntandi eru komnar, hittast samráðingarfólkini hjá strandarlondunum í London at tosa um, hvussu norðhavssildin skal býtast næsta ár. Tann fundurin verður 2. og 3.september. Stórur meiriluti fyri resving 268 atkvøður vóru fyri at revsa Føroyar og 17 ímóti. Lond, sum hava 68 atkvøður tilsamans, atkvøddu ikki. Fyri at verða samtykt skuldi uppskotið hava minst 260 atkvøður av teimum 352 atkvøðunum hjá teimum 28 londunum í ES, so meirilutin fyri at boykotta Føroyar var bara níggju atkvøður. Danmark, sum hevur sjey atkvøður, atkvøddi nei. Og tað gjørdi eittans annað land eisini. Bulgaria, sum hevur tíggju atkvøður, atkvøddi eisini ímóti handilsforðingunum. AVAAZ felagsskapurin vísir á, at hóast royndir at fáa hollendingar ikki at skipa og keypa hvalatvøst, so er tað ikki eydnast. Íslendingar halda fram ótarnaðir. Boykotta handilsketu Men nú sigur AVAAZ felagsskapurin seg hava funnið eina loysn. Tey fara at boykotta stóru týsku handilsketuna, EDEKA. Hendan handilsketan selir fiskavørur hjá íslendskum felag, sum hevur tætt tilknýti til íslendsku hvalaveiðuna HB Grandi . Hvalaveiðumenninir kunnu veiða 180 nebbafiska í summar, so vit noyðast at skunda okkum. Tá vit hava fingið 150.000 undirskriftir, fara vit at mótmæla uttan fyri høvuðsskrivstovuna hjá EDEKA, sigur felagið. Rættarnevndini hevur boðið umboð fyri Búskaparráðið og Copenhagen Infrastructure Partners at greiða frá sínum sjónarmiðum. Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir, forkvinna í Rættarnevndini, strembar eftir at fáa eina samda nevnd. Tað segði hon við útvarpið týsdagin, tá nevndin hevði viðgjørt uppskotini í tveir dagar. Útvarpið hevur seinastu dagarnar varpað ljós á ótryggu arbeiðsumstøðurnar á virkinum. Her er ein samanumtøka av tí, sum hevur verið í Útvarpinum hesa vikuna. Hoyr innslagið Myndir vórðu tiknar av støðum, vit hildu vera eitt sindur hættislig, og onnur stig vórðu eisini tikin. Men hetta er eitt nýtt virki, sum hevur koyrt í gott og væl trý ár, so vit hava kanska givið okkum lítlar stundir at sett fólk inn í trygdarviðurskiftini, sigur Hanus Hansen. Maðurin er eisini skuldettur fyri blygdanarskemd móti fleiri dreingjum, sum eru yngri enn 15 ár, og fyri at hava víst pornofilmar fyri fleiri kendum og ókendum dreingjum. Kriminalløgrelan hevur illgruna um, at skuldsetti hevur havt samband við fleiri dreingir, enn teir, sum løgreglan hevur tosað við. Hann hevur eisini hótt dreingirnar, at siga teir øðrum frá hesum, skal hann hevna seg inn á teir. Túrurin var tvífalt so drúgvur sum túrurin yvir Atlantshav, vit vóru leingi heiman frá familjuni, og vit høvdu mangan ódnarveður, sigur Stuart Kershaw. Landsstýrið hevur í dag latið silda ósemjuna við ES til altjóða gerðarrætt at taka støðu til. Gerðarrætturin verður settur á stovn samsvarandi havrættarsáttmála Sameindu Tjóða. Í tíðindaskrivi boðar Landsstýrið frá, at tað heitir á gerðarrættin um at staðfesta í úrskurði sínum, at ES hevur brotið sína samráðingarskyldu við at nýta hóttanir um boykott í sambandi við umsiting av einum ferðandi fiskastovni. Gerðarrætturin verður somuleiðis biðin um at áleggja ES at taka aftur hóttanirnar. Landsstýrið vísir somuleiðis á, at ætlaðu handilstiltøkini herða stríðið, og tað hevur við sær, at fortreytirnar fyri at koma ásamt um eina semju versna munandi. Kringvarpið skilir, at tað, at landsstýrið nú dregur ES fyri altjóða gerðarrætt, fær steðgandi virkna í mun til ætlaða ES boykottið av Føroyum. Tað merkir, at tiltøkini hjá ES móti Føroyum neyvan kunnu setast í verk, so leingi gerðarrætturin situr. Og gerðarrætturin fer væntandi at brúka í hvussu so er tvey ár, áðrenn hann kemur við sínum úrskurði í málinum. Samstundis sum landsstýrið seinnapartin boðaði frá, at tað dregur ES inn fyri altjóða gerðarrætt í sambandi við makrel og sildastríðið við ES, heitir íslendska stjórnin á ES um at taka aftur hóttanirnar um handilstiltøk mótvegis Føroyum og Íslandi. Tað stendur í eini fráboðan, sum íslendsku stjórnin fyri løtu síðan hevur sent út. Harvið stuðlar íslendska stjórnin føroyska landsstýrinum í stríðnum móti ES. Í hvassorðaðu fráboðanini mótmælir íslendska stjórnin harðliga framferðarháttinum hjá ES, sum hóttir Føroyar og Ísland við handilstiltøkum í royndunum at finna semju um býtið av ferðandi fiskastovnunum í Norðuratlantshavi. Íslendska stjórnin vísir eins og landsstýrið á, at sambært altjóða lóg skulu lond leggja seg eftir at loysa trætur sínámillum við friðarligum hættum. Íslendska stjórnin heitir staðiliga á ES at taka hesar hóttanir aftur og fylgja teimum skyldum, ES hevur bundið seg til sambært altjóða rætti. Les fráboðanina frá íslendsku stjórnini her. Ein gerðarrættur, sum verður settur eftir ST havrættarsáttmálanum, fer nú at gera eina roynd at loysa trætuna millum Føroyar og ES um uppsjóvarfisk. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, er ikki vísur í, at ES fer at sleppa ætlanini um at seta tiltøk í verk ímóti Føroyum, men hann heldur, at Føroyar hava so mikið góð kort á hondini, at vit fara at vinna málið í gerðarrættinum. Tað var nakað av tí, sum partaeigarin í Copenhagen Infrastructure Partners, Rune B. Róin, hevði at siga, tá hann var á fundi í løgtingsins rættarnevnd í gjár um Skálafjarðartunnilin. Men Innlendismálaráðið hevur longu boðað fyrisitingini í løgtinginum frá, at tað er avmarkað, hvussu stórar broytingar kunnu gerast í lógini um tunnilin, tí lógaruppskotið hjá Kára P. Højgaard, landsstýrismanni, er tætt knýtt at teimum samráðingum, sum hava verið við Copenhagen Infrastructure Partners. Rune B. Róin á myndini vildi tó siga so mikið, at talan verður ikki um, at løgtingið kann áseta ein mesta prís fyri at koyra gjøgnum Skálafjarðartunnilin. Um ein lítlan mánað verður greitt, hvussu fólkaskúlarnir í høvuðsstaðnum skulu skipast. Undanfarna býráð samtykti at fara undir at byggja ein nýggjan skúla í vesturbýnum í Havn, men hendan ætlan er slept, millum annað tí at barnatalið minkar. Foreldrini vilja hava børn í skúla í miðbýnum, og tí er ikki óhugsandi, at kommunuskúlin, sum hevur staðið tómur í fleiri ár, verður skúli aftur. Vit hoyra framhalssøguna Omma, rópar Fróði. Gudrun Mebs skrivaði og Bjørg Matras Jensen týddi til føroyskt. Hjálmar Dam lesur og Finnur Hansen setti saman. Hilda og Fríðunn Mortensen byrja. Vit hoyra framhalssøguna Omma, rópar Fróði. Gudrun Mebs skrivaði og Bjørg Matras Jensen týddi til føroyskt. Hjálmar Dam lesur og Finnur Hansen setti saman. Hilda og Fríðunn Mortensen byrja. Føroysku telvararnir telvaðu trygt og væl, og sjálvt um íslendingar als einki hepnið høvdu hendan dagin, so var sigurin fult uppiborin. Hetta er størsti sigur Føroyar hava vunnið á Íslandi nakrantíð Søguligi og afturvendandi landsdysturin millum Føroyar og Ísland hevur verið telvaður síðani 1975. Í 1975 og 1976 stillaðu íslendarar við sterkastu telvarunum í landinum, meðan liðið í 1978 var mannað við telvarum frá eystur og norðurlandinum Ísland vann allar dystirnar. Síðani 1981 hevur verið telvað annað hvørt úti og heima á umleið tíggju borðum. Fyrru árini vann Ísland flestu dystirnar, meðan Føroyar seinastu árini hava verið stinnari. Seinni dysturin verður telvaður í dag í Ósaskúlanum í Klaksvík klokkan 14.00. Talvsambandið sigur, at øll eru vælkomin at hyggja Seinasta umfarið í FM kappingini fyri lið í Trap varð skotið á breytini í Sandvíkum leygardagin. Hetta er fyrstu ferð, at skipað er fyri FM kapping fyri lið í Føroyum. Áður hevur ikki verið grundarlag fyri hesum, men nú 4 virkin skjótifeløg eru í Føroyum, varð gjørt av eisini at hava eina liðkapping í ár. Stórur spenningur var undan seinasta umfarinum, tí bert eitt stig var á muni millum Byrsumúla A og Sunda Byrsufelag A, áðrenn kappingina í dag. Byrsumúli A var frammanfyri, men um Sunda Byrsufelag hevði vunnið kappingina, høvdu teir gjørst Føroyameistarar. Kappingin lagaði seg tó soleiðis, at Byrsumúli A vann við 106 dúgvum av 150 , Byrsumúli B bleiv nr. 2 við 92 dúgvum og Sunda Byrsufelag A gjørdist nr. 3, somuleiðis við 92 dúgvum. Skjótasti svimjari yvirhøvur var Alvi Hjelm sum svam teinin uppá 2 23.96, meðan Cecilia Wigant Eysturdal var skjótasta kvinna við tíðini 2 36.92. Skjótasti maður yvir 25 ár var Remi Lamhauge við tíðini 2 45.63, og skjótastu kvinnur yvir 25 vóru tær báðar systrarnar Annika og Rannvá Jacobsen við somu tíð 3 03.38. Fámara hevur einki kostað landskassanum. Men Jarðargrunnurin og nú Búnaðargrunnurin hevur í tíðarskeiðinum 2000 2013 havt ymsar útreiðslur av festinum, slakar 200.000 krónur frá 2000 til 2009, tá eingin búði í Fámara, og góðar 20.000 krónur síðani 2010. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í landbúnaðarmálum, hevur svarað teimum 25 spurningunum, hann fekk frá Jógvani Skorheim, løgtingsmanni, um Fámara. Búnaðarstovan hevur, sambært svarinum hjá Jacob Vestergaard, fingið at vita frá røktaranum, at hann í 2010 gav Johan Dalsgaard loyvi at búgva í festihúsinum við teirri treyt, at hann skuldi aftur haðani uttan freist. Búnaðarstovan gav í oktober í 2010 røktaranum boð um, at festihúsini mugu ikki leigast út. Nú er ein mánaður síðani, at Búnaðarstovan bað Fútarættin hjálpa sær at fáa fólkini í Fámara út. Festisýn varð gjørt í Fámara í apríl 2000. Tá vóru átta maskinur á festinum, men virðið á teimum varð ikki upplýst. Onkur maskina er síðani seld, hinar eru framvgeis í Fámara. 65 áseyðir hoyra til festið í Fámara. Eftir at Fámara varð fest aftur, er bara eittans festi í Føroyum, sum ongan festara hevur. Tað er í Hósvik og verður brúkt til royndarbrúk. Tjostolv Moland varð saman við einum øðrum norðmanni, Joshua French, dømdur til deyða fyri at hava dripið ein bilførara. Tað er ikki greitt, hví Tjostolv Moland doyði í fongslinum. Noktaðu seg sekar Báðir noktaðu teir seg sekar, tá teir vórðu tiknir í 2009. Men ein hernaðardómstólur dømdi teir til deyða fyri morð. Sambært dóminum tóku norðmenninir seg ólógliga inn í Kongo úr Uganda, og teir høvdu vápn uppi á sær. Norsku myndugleikarnir hava leingi roynt at fingið Tjostolv Moland og Joshua French útflýggjaðar, men til fánýtis. Eitt umboð fyri norska uttanríkisráðið fer nú til Kinshasa at royna at fáa greiði á, hví Moland doyði í fongslinum. Hetta verður gjørt við at merkja upp parkeringsøki frá Sanatoriivegnum við íbindingina við Hvítanesvegin og oman til endan av skúlans øki í Hoydølum. Tilvildarlig parkerking Løgreglan og brandmyndugleikarnir í Havn hava áður gjørt vart við, at parkeringin í Hoydølum má fáast í tryggari legu, tí tilvildarliga parkeringin seinastu árini hevur forðað fyri nøktandi atkomu til skúlan og trygdini hjá bæði næmingum og starvsfólkum. Sviin, ke Sellstrøm, stendur á odda fyri vápnaeftirlitsliðnum. Hann stóð eisini á odda fyri ST vápnaumsjónarfólkunum, sum leitaðu eftir kemiskum vápnum í Irak. Samráðst leingi ST hevur í longri tíð samráðst við sýrisku myndugleikarnar um at senda eftirlitsfólk til landið, og stjórnin hjá Assad forseta hevur eftirlíkað ST liðnum at vitja trý støð, har tað sigst, at kemisk vápn eru nýtt. Føroyar og Ísland telvaðu um vikuskiftið vinarlandsdyst í Klaksvík. John Rødgaard sat sum so mangan við talvborðið, og sunnudagurin bleiv ein rundur dagur fyri John. John Rødgaard telvaði fyri fyrstu ferð fyri Føroyar á OL í Saloniki í 1984. Í gjár telvaði hann landsdyst nummar 200 í landsliðshøpi. Hetta er helst met í føroyskum ítrótti yvirhøvur. Til endahátíðina heiðraði Talvsamband Føroya John Rødgaard fyri hansara trúðfesti. Helgi Dam Ziska bleiv eisini heiðraður fyri GM normin, sum hann hevur vunnið. Seinni landsdysturin millum Føroyar og Ísland endaði við 6 4 sigri til Ísland. Føroyingar vóru eitt vet veikari mannaðir til seinna dystin, men tað skal einki takast frá íslendsku gestunum, sum fingu uppreisn eftir stórtapið fríggjadagin. Føroyar vunnu samanlagt vinarlandsdystin við 12 frac12 stigum móti 7 frac12 stigum. Umleið 70 milliónir krónur Íslendska felagið vil ikki upplýsa keypsprísin, men sambært keldum liggur prísurin millum 70 og 80 milliónir norskar krónur. Aftrat teimum deyðu, eru nógv løstað. Stjórnarkeldur tosa um eini 500 fólk, meðan aðrar keldur siga frá í minsta lagi 2000 løstaðum. Um vikuskiftið gekk lívið aftur sína vanligu gongd í Kairo, eftir at ófriðurin kyrknaði aftur mikudagin. Harðir samanbrestir hava verið millum ttrygdardeildir og viðhaldsfólk hjá frákoyrda forsetanum, Mohammed Mursi, í Muslimska Brøðralagnum. Herurin rak Morsi frá valdinum 3. juli, og síðani hava viðhaldsfólk hjá frákoyrda forsetanum hildið til í miðbýnum í Kairo, har tey hava kravt, at Morsi aftur verður forseti. Tá seks ára gamla Nicolina Æðustein Danielsen úr Rituvík í dag fór í fyrsta flokk í Glyvra skúla, var tað í einari heilt serligari skúlatroyggju. Skúlatroyggjuna hevur Nicolina sjálv bundið. Tað er omman hjá Nicolinu, Erika Danielsen á Toftum, ið hevur lært ommudóttrina at binda. Nicolinu dámar væl at vitja ommuna, og tær hava mangar góðar løtur saman, tá ið tær sita við stokkum. Dómararnir til steypafinalurnar hjá kvinnum og monnum eru settir. Tað verður Rúni Gaardbo, ið skal døma dystin millum Víking og EB Streym í finaluni um Løgmanssteypið. Rúni Gaardbo hevur, sambært heimasíðuni hjá Fótbóltssambandinum, dømt 275 dystir í vaksnamannadeildunum, og hevur verið hjálpardómari í 137 dystum. Rúni Gaardbo hevur tó ikki dømt finalu um Løgmanssteypið fyrr. Hjálpardómarar hjá Rúna Gaardbo verða Johnleif Gerðisá og Dan Højgaard. Báðar finalurnar verða spældar leygardagin 24. august. Finalan hjá kvinnunum byrjar klokkan 16.30 og finalan um Løgmanssteypið byrjar klokkan 19.45 Føroyska makrel og sildastríðið við ES hevur eisini stóran áhuga í útlandinum, men ofta hava føroyingar kent seg illa umboðaðar í viðgerðini í útlendskum fjølmiðlum. Men tað ber ikki til at leggja Aljazeera undir. Frásøgumaðurin Barnaby Phillips hevur verið í Føroyum saman við einum myndamanni og sett seg væl inn í tingini. Innslagið varpar ljós á føroysku síðuna av stríðnum og tekur ikki støðu til, um tað er rætt ella skeivt av føroyingum eitt nú at hækka sína makrelkvotu við 400 prosentum. Í innslagnum verður eisini varpað ljós á týdningin, ið fiskivinnan har undir makrel og sildafiskiskapurin hevur fyri føroysku tjóðina. Og n iðurstøðan hjá frásøgumanninum hjá Aljazeera, Barnaby Phillips, er, at føroyingar eru eitt sjálvstøðugt og harðbælt fólk, ið hevur brynjað seg til eitt langt stríð við ES. Fyrsta innslagið frá ferðini er at síggja á heimasíðuni hjá Aljazeera. Føroyska makrel og sildastríðið við ES hevur eisini stóran áhuga í útlandinum, men ofta hava føroyingar kent seg illa umboðaðar í viðgerðini í útlendskum fjølmiðlum. Men tað ber ikki til at leggja Aljazeera undir. Frásøgumaðurin Barnaby Phillips hevur verið í Føroyum saman við einum myndamanni og sett seg væl inn í tingini. Innslagið varpar ljós á føroysku síðuna av stríðnum og tekur ikki støðu til, um tað er rætt ella skeivt av føroyingum eitt nú at hækka sína makrelkvotu við 400 prosentum. Í innslagnum verður eisini varpað ljós á týdningin, ið fiskivinnan har undir makrel og sildafiskiskapurin hevur fyri føroysku tjóðina. Niðurstøðan hjá frásøgumanninum hjá Aljazeera, Barnaby Phillips, er, at føroyingar eru eitt sjálvstøðugt og harðbælt fólk, ið hevur brynjað seg til eitt langt stríð við ES. Fyrsta innslagið frá ferðini er at síggja á heimasíðuni hjá Aljazeera á slóðini her Faroe Islands challenge EU fishing sanctions letur upp í nýggjum kaga Eitt spennandi ungt listafólk, sum byrjaði at gera vart við seg síðstu tvey árini, er 17 ára gamla Bj rk Jónheðinsdóttir Tróndheim. Eg gangi í studentaskúlanum og royni í meðan at tekna so nógv, sum eg kann uttanfyri skúlatíð. Eg vildi sagt, at eg arbeiði hart við tí, sum eg eri áhugað í, og havi eisni stórar ætlanir við framtíðini, greiðir Bj rk frá um seg sjálva. quot Gamblar Lív við pensjónunum hjá sínum kundum quot Tann spurningin setir formaðurin i Skipara og navigatørfelagnum, Eyðstein Djurhuus, sum i dag leggur seg ut i kjakið um Eysturoyartunnilin. Tað elvir til stúran, at fyrsta floks næmingarnir eru 10 prosent færri í ár enn í fjør. Samgonguumboð heldur, at betri lestrarmøguleikar í Føroyum kunnu venda gongdini. Andstøðan eftirlýsir ætlanum, ið røkka longur fram í tíðina enn til næsta val. Á middegi okkara tíð fara Morten Bødskov, løgmálaráðharri, og Karen Hækkerup, matvøruráðharri, at svara spurningum í almennum samráði í Føroyanevndini hjá fólkatinginum. Søren Espersen í Danska fólkaflokkinum, og limur í Føroyanevndini, hevur sett ráðharrunum níggju spurningar, sum ráðharrarnir skulu svara í samráðnum í dag. Løgmálaráðharrin er spurdur, hvussu revsiatgerðir móti Føroyum kunnu vera í samsvari við grundlógina og heimastýrislógina ,og um hann er samdur við løgmann, tá løgmaður sigur, at tiltøkini hjá ES leggja stórt trýst á ríkisfelagsskapin. Nýggi matvøruráðharrin, Karen Hækkerup, er millum annað spurd, hvør støða Danmarkar verður í ES, um danska stjórnin noktar at vera við í tiltøkunum móti Føroyum og, hví Danmark atkvøddi móti tiltøkunum í ES, tá Danmark samstundis heldur uppá, at lond eiga at halda tær kvotur, teimum eru tillutaðar. Karen Hækkerup er eisini biðin um at upplýsa fyri Føroyanevndini og øllum øðrum, hvat Danmark ætlar at gera hetta til 1. september fyri at sleppa undan, at Danmark boykottar sínar egnu ríkisborgarar, og um Danmark fer at geva føroyskum fiskimonnum endurgjald, teimum, sum missa pengar av boykottinum. Fólkatingið sendir beinleiðis frá samráðnum í Føroyanevndini frá klokkan 12 føroyska tíð. Beinleiðis sendingin sæst her bent samr d i Færøudvalget letur upp í nýggjum kaga Badie varð handtikin í eini íbúð í landnyðringspartinum av Kairo. Hetta hendi, eftir at trygdardeildir høvdu fingið eitt prei um, hvar hann fjaldi seg. Tá Mohamad Mursi, forseti, sum brøðrarlagið stuðlaði, fyrst í juli varð rikin frá valdinum, vórðu boð send út um at handtaka oddamenninar í brøðralagnum. Mursi var í mong ár sjálvur ein av leiðandi limunum í Muslimska Brøðralagnum. Handtikin fyrr Badie er minst eina ferð fyrr handtikin, men síðan latin leysur aftur. Síðan hevur hann fjalt seg. Fyrst í august varð hann saman við trimum øðrum limum í Muslimska Brøðralagnum innkallaður til rættarfund. Hann er ákærdur fyri at hava eggjað til harðskap í samband við ófriðin 8. juli, tá 55 fólk lótu lív. Rættarfundurin er settur at vera 25. august. Sonur Mohammad Badie, Ammar Badie, var millum tey 170 fólkini, sum lótu lív undir samanbrestunum millum trygdardeildir og viðhaldsfólk hjá Brøðrarlagnum í Kairo fríggjadagin. Burðaravlopið, tað er munurin á føddum og deyðum, var 215. Men tá 240 fleiri flutt úr Føroyum enn til Føroya minkaði fólkatalið við muninum á burðaravlopi og nettoflyting, og tann munurin var 25 fólk. Útnorðurráðið hevur ársfund í Grønlandi í hesum døgum. Ráðið sigur, at mátin, sum ES hevur valt, ikki kann góðtakast í altjóða samstarvi. Ráðið mótmælir, at ES hevur valt at brúka sína stødd og styrki at hótta smáar friðarliga grannar sum partur í eini samráðingartilgongd. Hetta hóast tað er ávíst eitt nú av norskum havfrøðingum at makrelstovnurin er vorðin so stórur, at hann er vorðin ein umhvørvistrupulleiki. Orsøkin til at makrelstovnurin er vorðin ein umhvørvistrupulleik eru veðurlagsbroytingarnar seinastu árini. Útnorðurráðið mælir strandalondunum at finna fram til eina samráðingarloysn og at gevast við at hótta hvønn annan. Útnorðurráðið vísir á, at vit fyrr hava upplivað avleiðingarnar av ES tiltøkum móti smáum samfeløgum í útnorði. Til dømis innflutningsbannið av kópaúrdráttum. Útnorðurráðið heitir á Noreg at stuðla Føroyum og Íslandi og taka frástøðu frá framgangsháttinum hjá ES. Útnorðurráðið harmast um, at norski fiskimálaráðharrin, Lisbeth Berg Hansen, hevur sagt seg stuðla tiltøkunum móti Føroyum, og at Noreg umhugsar at seta somu tiltøk í verk. Útnorðurráðið heitir á norsku stjórnina at taka hetta upp til nýggja støðutakan. Eisini heitir Útnorðurráðið á Norðurlandaráðið at taka upp málið og stuðla Føroyum og Íslandi. Tað viðgongur Taks, sum tó tvíheldur um, at tað er í lagi at nýta óvanligar arbeiðshættir í royndini at finna útav, hvar fólk búgva. So nógv er til av grágás, at sagt verður, at fleiri grágæs enn íslendingar eru í Íslandi. Í Føroyum er grágás ein marra hjá mongum. Sjúrður Skaale setti samráði fyri løtu síðani, og tað var har, hann boðaði frá, at ES handilsforðingarnar móti Føroyum eru settar í verk. Og tí er ikki sannlíkt, at ein altjóða gerðarrættur gevur Føroyum viðhald í, at ES ikki hevur loyvi at hótta Føroyar við handilsforðingum. Sambært írska blaðnum Irish Examiner hartar írski fiskimálaráðharrin ES fyri ikki at hava borið nóg skjótt at móti Íslandi og Føroyum, tí londini koma makrelstovninum í stóran vanda. Simon Coveney sigur, at Íslandi og Føroyum stóð í boði at fáa 15 prosent av makrelkvotuni, sum skuldu býtast millum londini bæði. Men tey tóku ikki av og hava ikki viljað verið við til at fáa nakra semju um makrelin. Makrelur er størsta inntøkan hjá írsku fiskivinnuni, og í Írlandi eru tíggju uppsjóvarvirki. ES boykottið móti Føroyum er nú endaliga samtykt. Tað boðaði ES í dag frá, sambært Sjúrði Skaale, formanni í Føroyanevndini hjá fólkatinginum, tá hann setti samráðið um ES boykottið fyrr i dag. Tingfólk, sum vilja síggja uppskotið um sáttmála millum Copenhagen Infrastucture Partners og Innlendismálaráðið, skulu venda sær til advokatin hjá Copenhagen Infrastructure Partners, Inga Højgaard, á skrivstovuni hjá Advokatfelagnum Yviri við Strond í Havn. Ingi Højgaard vil einki siga um, hvussu mannagongdin er, ella, um nakað tingfólk hevur tikið av tilboðnum at sleppa at síggja sáttmálan í trúnaði. Eisini tað er í trúnaði, sigur hann. Men sum skilst er tað mesta, sum stendur í sáttmálanum, longu vorðið alment. Kortini heldur danska íløgufelagið fast um, at sáttmálin er loyniligur. Tingfólk vísa á, at hóast tey síggja sáttmálan, fáa tey ikki brúkt tað til so nógv, tí tey skulu skriva undir, at tey hava sæð sáttmálan í trúnaði. Tingfundir eru almennir, og tað er álitið hjá Rættarnevndini eisini, tí kunnu løgtingsfólk ikki brúka tað, sum tey síggja í sáttmálanum, hvørki í orðaskiftinum á tingi ella í álitinum hjá Rættarnevndini. Verður lógarbroytingin hjá Kára P. Højgaard ikki samtykt í næstu viku, kostar tað Innlendismálaráðnum eina millión krónur, tí so verður sáttmálin við Copenhagen Infrastructure Partners ikki undirskrivaður fyri 1.september, og tað skal felagið hava endurgjald fyri. ES hevur nú endaliga samtykt at seta í verka handilstiltøk móti Føroyum. Stjórin í Vinnuhúsinum, Marita Rasmussen, sigur, at vinnan hevur vitað hetta leingi, og tí er vinnan eisini væl fyrireikað. Føroyingar kundu havt steðgað ikki burðardyggu fiskiveiðuni, men hava valt at lata vera. Nú er greitt fyri øllum, at ES er sinnað at brúka øll tey amboð, sum eru til taks at verja fiskastovnarnar, sigur Maria Damanaki. ES boykottið fevnir um allan innflutning av føroyskari sild og makreli til ES. Eisini fevnir boykottið um allar vørur, sum innihalda ella eru framleiddar úr sild ella makreli. ES havnir verða stongdar fyri føroyskum fiskiskipum, sum royna eftir sild og makreli, men eisini fyri farmaskipum, ið hava sild og makrel sum farm. Føroysk fiskiskip sleppa bara at leggja at í eini ES havn í neyðstøðu. ES boykottið kemur í gildi sjey dagar eftir at samtyktin er lýst í kunngerðarblaðnum hjá samveldinum. Tað verður væntandi gjørt í morgin, og verða tiltøkini tískil galdandi frá mikudegnum í næstu viku. Nýggjur próvtalsstigi, kámari fakmørk og færri skrivligar uppgávur. Millum annað HETTA verður avleiðingin av nýggju miðnámsskúlaskipanini, sum nú er sett í verk í Føroyum. Hvørja viku avmynda bloggararnir á Fjøllini dansa ein persón, sum tey meta hevur serliga feitan stíl. Hesa vikuna er tað 20 ára gamli Hans Andrias Gregoriussen. Eg leggi nógv í, hvørjum klæðum eg gangi í. Hvørja ferð eg keypi klæðir, er tað umráðandi, at tey sita ordiligt og síggja gott út. Eg plagi ikki at brúka nógvar pengar uppá klæðir tað eru nógv klæðir, sum mær dámar væl, ið eg havi fingið frá fólki. Til dømis fann eg mítt yndisturriklæð í býnum eina ferð. Tað er ymiskt, hvar eg keypi klæðir. Um eg ikki finni nakað, sum situr væl ella sær gott út í tí handlinum, eg eri í, fari eg víðari í ein annan handli og tjekki klæðini út har. Annars dámar mær væl at keypa endurnýtsluklæðir ella fara í H amp M, tí har eru góð klæðir fyri ein bíligan penga. Sambært niðurstøðuni frá eftirlitinum á Tvøroyri 2.mai í fjør, sum Útvarpið hevur fingið innlit í, fingu fimm av níggju viðurskiftum, sum vórðu kannað, stemplið quot ikki nøktandi. quot Talan er um samskifti við Heilsufrøðiligu starvsstovuna, tilrenningarøki, brunnar, innaneftirlit og kanningarúrslit og eftirmetingar. Hálvan mai í fjør heitti Heilsufrøðiliga starvsstovan á Tvøroyrar kommunu at fáa nógv viðurskifti viðvíkjandi drekkivatninum ílagi. Á heimasíðu sínari heitir Tvøroyrar kommuna á fólk, sum búgva í Froðba, á Sevmýri og í Válinum um at kóka vatnið vegna fyribils umleggingar. Boðini eru dagfest 6.august. Íslendski fiskimálaráðharrin, Sigurður Ingi Jóhannesson, sigur við Morgunblaðið, at stjórnin hevur samstarv við landsstýrið um málið. Í hvassorðaðu fráboðanini mótmælti íslendska stjórnin harðliga framferðarháttinum hjá ES. Íslendska stjórnin vísti á, eins og landsstýrið, at sambært altjóða lóg skulu lond leggja seg eftir at loysa trætur sínámillum á friðarligan hátt og ikki við hóttanum og atgerðum sum teimum hjá ES. Íslendska stjórnin heitti staðiliga á ES um at taka hóttanirnar aftur og halda tær skyldur, ES hevur bundið seg til sambært altjóða rætti. Men í gjár boðaði ES frá, at nú koma handilsforðingarnar móti sild og makreli úr Føroyum. Og ES er av álvara farið undir at fyrireika tiltøk móti makreli úr Íslandi. Íslendski fiskimálaráðharrin sigur, at ein íslendskur føroyskur arbeiðsbólkur kannar, hvørji stig, londini bæði kunnu taka móti ES. Sigurður Ingi Jóhannesson vísir á andsøgnina í tí, at samstundis sum ES játtar at samráðast við Ísland og Føroyar, hóttir ES londini við øllum illum. Hann sigur eisini, at nú ES loypir á Føroyar og seinni fer at seta tiltøk í verk móti Íslandi, eigur ES eisini at revsa Russland fyri at fiska ov nógvan makrel. Norska stjórnin hevur ikki enn kunngjørt, hvat hon fer at gera, nú ES tiltøkini móti Føroyum koma í gildi um eina viku. ES og Norra standa saman móti Føroyum og Íslandi í makreltrætuni. Í sildatrætuni eru Føroyar einsamallar móti hinum strandarlondunum. Mugabi vann forsetavalið, men politiski mótstøðumaðurin hjá Mugabe, forseta, Morgan Tsvangirai, forsætisráðharri, hevur hildið uppá, at talan var um valsvik. Eitt yvirlit hjá valnevndini í landinum vísti eftir valið, at fleiri enn 300.000 veljarar ikki fingu høvið at atkvøða, men suðurafrikanski eygleiðarafelagsskapurin, The South African Development Community, sigur, at valið í Simbabvi var fríðarligt og frælst. Fyrr í hesum mánaðinum kom fram, at trygdarløgreglan í landinum hevði givið boð um at handtaka 100 av mótstøðufólkunum hjá Robert Mugabe, skrivar NRK. Rættarnevndin er ikki liðug við tunlamálini enn, so tað er púra óvist, hvussu lógin hjá Kára P. Højgaard fer at síggja út, tá avtornar, tað er um hon verður samtykt í løgtinginum. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir er forkvinna í Rættarnevndini. Hon hevur ikki enn tikið av tilboðnum at lesa sáttmálan hjá Copenhagen Infrastructure Partners í trúnaði. Næstu stovnsmetingar hjá ICES um uppsjóvarfisk verða kunngjørdar fyrst í oktober eftir ársfundin hjá ICES. Men hóast strandarlondini hava fundir fyrst í september, hava tey eisini sínar árligu fundir um norðhavssild, svartkjaft og makrel í oktober, tá endaligu tilmælini hjá ICES eru komin. Á teimum fundunum royna strandarlondini at býta heildarkvotuna, sum ICES mælir til, millum sín. Fundurin í London fyrst í september verður tann fyrsta hjá nýggja føroyska samráðingarleiðaranum, Herlufi Sigvaldsson. Hann heldur ikki, at tað er burturvið at hava fundin um sildina, tá ES nakrar fáar dagar fyri fundin fer at boykotta Føroyar. Føroyar hava samskift við hini fýra strandarlondini um norðhavssild, og ES eigur bara 6,51 prosent av sildakvotuni, sigur Herluf Sigvaldsson. Ísland hevur boðað til báðar fundirnar í september. Fundirnir verða um 2014, tí londini eru samd um, at 2013 er farið. Har ber ikki til at fara afturumaftur. Handilslýsingar og kunngerðir skulu orðast soleiðis, at tær eru lættar at skilja og hava ein náttúrligan málburð. Kringvarpið tekur endaliga avgerð um øll ivamál viðvíkjandi innihaldi, orðing og sniði. Kringvarpið gevur vegleiðing um, hvussu handilslýsingar og kunngerðir skulu orðast. Reglugerðin um handilslýsingar og kunngerðir kann fáast við at venda sær til Kringvarpið. 1. Kringvarp Føroya sendir handilslýsingar og kunngerðir við heimild í løgtingslóg nr. 22 frá 20. februar 1998 um kringvarp v.m. og í kunngerð nr. 61 frá 17. juni 1998 um reglur fyri Kringvarp Føroya. 2. Lýsingar kunnu vera handilslýsingar ella kunngerðir. Við kunngerðir er at skilja lýsingar við kunnandi endmáli. Við handilslýsingar er at skilja lýsingar við handilsligum endamáli. Handilslýsingar kunnu verða lisnar lýsingar ella ljóðlýsingar. 3. Handilslýsingar og kunngerðir skulu verða greitt orðaðar og sømiligar, og innihaldið má ikki vera villeiðandi. Lýsingar mugu ikki stríða ímóti galdandi lógum ella fyriskipanum annars. Loyvt er ikki at lýsa fyri búskaparliga heftum sjónarmiðum ella fyri átrúnaðarligum ella politiskum áskoðanum. Í handilslýsingum og kunngerðum er ikki loyvt at seta fram sjónarmið ella atfinningar móti politiskum flokkum, feløgum, stovnum, fyritøkum ella privatpersónum. Kringvarpið gevur vegleiðing um, hvussu handilslýsingar og kunngerðir skulu orðast. Handilslýsingar og kunngerðir skulu orðast soleiðis, at tær eru lættar at skilja og hava ein náttúrligan málburð. Kringvarpið tekur endaliga avgerð um øll ivamál viðvíkjandi innihaldi, orðing og sniði í handilslýsingum. 4. Allar kunngerðir uttan andlát, føðingardagar og brúdleyp skulu verða undirskrivaðar við einum eintýddum navni á persóni, stovni, felagið, fyritøku ella líknandi. 5. Kunngerðir kunnu til dømis fevna um Andlát og gravarferðir. Føðingardagar 70 ár, 75 ár, 80 ár og síðan støk ár. Diamantbrúdleyp 60 ár og krúndiamantbrúdleyp 65 ár . Eftir sjófólki, arbeiðsfólki og handverkarum. Um feðaætlanir og ferðaseðlar og broytingar í hesum. Um almennar fundir, samkomur, konsertir, dans, biosýningar, sjónleikir og aðrar skemtanir, eydnuhjól, bingo og tílíkt. Avlýsingar og eftirlýsingar av persónum, skipum, bilum, prutlum og øðrum lutum. Eftirlýsingar av hundum, og fráboðan um upptøku av djórum. Boð frá almennum myndugleikum og stovnum og ymsum felagsskapum. Ikki er loyvt í hesum kunngerðum, at nýta nøvn á ískoytisveitarum, eitt nú í samband við tiltøk. Tó kann Kringvarpið í einstøkum førum, geva loyvið til at víkt verður frá hesari reglu. 6. Handilslýsingar eru lýsingar, ið verða lýstar við handilsligum endamáli. Hesar kunnu verða lisnar lýsingar ella ljóðlýsingar. Kringvarpið avgreiðir sjálvt lisnu lýsingarnar, meðan ljóðlýsingar kunnu verða framleiddar lidnar í ljóðstudio. 7. Kringvarpið ásetir prísin á kunngerðum og lýsingum. Kunngerðir og lýsingar eiga at verða goldnar innan 14 dagar. Tó kunnu lýsarar gera serliga gjaldavtalu við Kringvarpið, sum eisini kann krevja at lýsingar verða goldnar, áðrenn tær verða lisnar. Treytirnar, fyri upptøku, eru, at kunngerðirnar fylgja vanligu treytunum, og at greiðir upplýsingar um hvør hevur sent navn ikki bert avsendaraadressa og telefonnummar eru við. Handilslýsingar eru lýsingar við handilsligum endamáli og kunnu verða lisnar lýsingar ella ljóðlýsingar, sum eru settar saman av ljóði og talu. Lýsingar kunnu sendast sum teldupostur. Yvirlit Senditíðir, freistir og lisnar lýsingar Senditíð Innlatingarfreist Lisnar lýsingar Mán. frí. kring sendingar 11 30 sama dag 50 krónur orð Leygardag kring sendingar 17 30 fríggjadag 50 krónur orð Sunnudag kring sendingar 17 30 fríggjadag 50 krónur orð Náttina Kring sendingar 11 30 sama dag 30 krónur orð Kunngerðir eru lýsingar við kunnandi endamáli. Lýsingar um ávís tiltøk í sambandi við felagsarbeiði, mentan og tílíkt verða roknaðar sum kunngerðir. Nærri upplýsingar fáast frá útvarpinum. Yvirlit Senditíðir, freistir og kostnaður Senditíð Innlatingarfreist Fyri hvørja kunngerð verður kravt 75 krónur í grundgjaldi. Kunngerðir um andlát og jarðarferðir verða lisnar uttan kostnað. Eykagjald fyri kunngerðir aðrar senditíðir er 100 . Prísirnir eru uttan MVG. Føroyingar keypa eisini fleiri klæði og skógvar, men tá talan er um innbúgv, sjónvarpstól og hvítvørur er vøksturin ikki so stórur, bara tvey prosent. Men nýggjan bil vilja fólk hava. Síðan 2009 innflutningurin av bilum rakti botnin, er hesin innflutningur trífaldaður. Frá næsta mikudegi er forboðið at innflyta hesi 22 vørusløgini í ES. Londini í ES fáa eisini ein lista við teimum føroysku skipunum, sum fiska sild, og sum ikki sleppa at landa í ES. Evstamark fyri sjónvarpslýsingar er á middegi gerandisdagin fyri, tað vil siga ein sjónvarpslýsing til mánakvøld skal vera latin KvF áðrenn á middegi fríggjadag. Tá skal lýsingin liggja á ftp servara hjá KvF, ella verða latin móttøkuni á diski ella geyma. KvF heintar ikki lýsingar aðrastaðni. Tikið verður bert ímoti lýsingum sum fíla. Ein sjónvarpslýsing kann í mesta lagi vera 45 sekund. Tríggir minuttir eru til lýsingar áðrenn nevndu sendingar. KvF endursendir ikki sjónvarpslýsingar ókeypis. Sjónvarpslýsingin kostar 100 krónur pr. sekund og harafturat kemur eitt avgreiðslugjald á 250, krónur fyri eina bílleging, sum fevnir í mesta lagi um tíggju lýsingar. Er talan um eina miðlaætlan, har lýst verður fleiri enn tíggju ferðir, til dømis ymisk tíðspunkt ella bæði í sjónvarpi og í útvarpi, so er avgreiðslugjaldið 950, krónur Prísirnir eru uttan mvg. ST trygdarráðið var saman á fundi í gjárkvøldið fyri at viðgerða uppáhaldið um, at Bashar al Assad hevur brúkt eiturgass móti uppreistrarfólkum mikunáttina. 35 lond teirra millum USA, Bretland og Frakland, hava mælti til, at eitt ST lið skal kanna, um lívfrøðilig vápn verða nýtt í blóðuga stríðnum í Sýria. Avsláttur verður latin eftir hvussu stór nýtslan er. Um avtala verður gjørd við sama lýsara, at lýsa í bæði útvarpi og sjónvarpi, við ymiskum lýsingum, er avsláttarstigin eisini galdandi. Avsláttarskipan Nýtsla Avsláttur í prosentum 1 9.999 krónur 0 10.000 24.999 krónur 5 25.000 49.999 krónur 10 50.000 99.999 krónur 15 100.000 149.999 krónur 20 150.000 199.999 krónur 25 200.000 299.999 krónur 30 Omanfyri 300.000 krónur Serlig avtala Gjaldsfreistin hjá fyritøkum og stovnum er 14 dagar. Kringvarpið skilar sær rætt til at krevja lýsingar og kunngerðir goldnar áðrenn, um fyritøkan hevur skuld frammanundan. Kringvarpið bjóðar nú fram ein hátt at lýsa, sum ger tað lættari hjá tær at lýsa í útvarpinum og sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya. LøttLýsing inniber, at lýsingarnar skulu vera innanfyri 12 15 sekund, og í mesta lagi 30 orð, og víðari fyri sjónvarpslýsingar at tað eru í mesta lagi 3 vørur myndir, umframt bakgrund og logo. Vit fáa talgilar myndir, logo og tekst. Góðkenning av lýsingini verður millum kunda og framleiðara. Legg til merkis, at prísurin er einans fyri framleiðslu. Prísurin fyri senditíð verður roknaður eftir galdandi sekundprísum og avsláttarskipan hjá Kringvarpinum. Øll tosa um gjøgnumskygni í almennu fyrisitingina, men enn er gjøgnumskygnið avmarkað. Til dømis er ikki óvanligt, tá journalistar og onnur biðja um alment innlit, at politikarar og embætisfólk fyrst royna at finna grundgevingar fyri IKKI at geva innlit. Endamálið skuldi annars verið at roynt at funnið allar møguleikar fyri at GEVA innlit. Gjøgnumskygni Endamálið við ST sáttmálanum um korrupsjón er at tryggja best møguligt gjøgnumskygni, og á tann hátt at forða fyri korrupsjón. Tá Noreg staðfesti hendan millumtjóða sáttmálan í 2006, segði táverandi løgmálaráðharrin í Noregi, Knut Storberget, millum annað ldquo Sum løgmálaráðharri vil eg hava Noreg millum tey fremstu í altjóða stríðnum móti korrupsjón, og nú kunnu vit gerast millum fyrstu londini í Evropa, sum staðfesta ST sáttmálan. Føroyar og Grønland Í grein í grønlendska blaðnum, Sermitsiaq, mikudagin 19. desember í 2012, skrivar Søren Duran Duus millum annað, at tá Danmarks setti í gildi ST sáttmálan um korrupsjón í 2006, var sáttmálin ikki galdandi fyri Grønlandi og Føroyar. Og í Føroyum er støðan tann sama. Ein løgfrøðingur í Innlendismálaráðnum sigur við heimasíðuna hjá Kringvarpinum, at ST sáttmálin ongantíð er settur í gildi í Føroyum. Og innihaldið ndash ella partvís innihaldið í ST sáttmálanum er heldur ikki á annan hátt staðfest í Føroyum. Hóttan móti demokratinum Transparency International er stovnur, sum burturav arbeiðir fyri gjøgnumskygni og fyri at forða fyri korrupsjón. Hetta er ein alheimsstovnur, sum hevur skrivstour ymsastaðni í heiminum, millum annað í Noregi og Danmark. Transparancy Internation og norska økokrim svarar til bakmanspolitiið í Danmark arbeiða út frá setninginum í ST sáttmálanum um korrupsjón. Transparansy International og økokrim siga millum annað soleiðis um orsøkina til at arbeiða fyri gjøgnumskygni og at forða fyri korrupsjón Transparancy International sigur eisini, at ldquo korrupsjón er tjóvarí av politiskum, sosialum og fíggjarligum ágóðum frá fólkinum. Ein meiningakannig, sum Sentio hevur gjørt fyri Nupi, vísir, at ein millión norskir veljarar halda, at uttanríkispolitikkur er týdningamikið evni, tá tey gera av, hvønn tey velja. Tað skrivar Ritzau tíðindastovan. Ulrik Sverdrup, stjóri á Nupi, sigur, at gerandisdagur okkara verður, meira enn nakrartíð, ávirkaður av tí, sum hendir úti í heimi. Hann sigur, at norskir politikkarar halda veljarar fyri gjøldur, tí uttanríkispolitikkur ikki verður viðgjørdur. Kanningin vísti, at 15 prosent av veljarunum hava mest áhuga fyri uttanríkispolitikki, og triði hvør veljari í Noregi heldur, at uttanríkispolitikkur hevur týdning, tá tey seta krossin á valinum 9. september. Kanningin vísir eisini, at ungu veljararnir hava størri áhuga fyri altjóða spurningum enn innanríkispolitikki. Og tað er við støði í hesum, at Sverdrup kemur við hvøssu atfinningini. Politikkarar vísa ikki nóg greitt, at norskur innanríkispolitikkur verður skaptur í aljtóða samanhangi, og at altjóða viðurskifti hava størri týdning enn nakrantíð áður fyri gerandisdagin hjá norðmonnum, Ulrik Sverdrup, stjóri á Nupi. Atlantic Airways flýgur til Egyptalands fyri eina danska ferðaskrivstovu, men nú í triðja ársfjórðingi ávirkar ófriðurin í Egyptalandi ikki leiguflúgvingina hjá Atlantic Airways stórvegis, tí flúgvingin hagar hendan ársfjórðingin er avmarkað. Men heldur ótrygga støðan fram eftir 1.oktober, tá meiri flúgving er til Egyptalands, kann tað ávirka ársúrslitið hjá føroyska flogfelagnum, sigur Atlantic Airways, sum í gjárkvøldið kunngjørdi úrslitið fyri fyrra hálvár. Men nógvi mjørkin í summar hevur longu ávirkað úrslitið í triðja ársfjórðingi. Hann kostaði felagnum millum 7,5 og 8,5 milliónir krónur Úrslitið hjá Atlantic Airways fyrra hálvár var 3,5 milliónir krónur eftir skatt, góðar tvær milliónir meira enn í fjør. Ferðafólkatalið er vaksið sjey prosent, tí felagið hevur havt fleri ferðaseðlar til sølu og fleiri lágprísferðir eru seldar. Løgtingið samtykti í vár nýggja lóg um eftirløn, sum áleggur øllum borgarum millum 21 ár og fólkapensjónsaldur at spara saman til egna eftirløn. Í lógini er ásett, at eftir 1. januar skal í minsta lagi 1 prosent av inntøkuni rindast til eftirløn. Tað merkir, at fær ein lesandi 5.000 krónur í løn aftrat lestrarstudninginum, skal hann rinda 50 krónur til egna eftirløn. Lesandi uttanlands, sum hava varðveitt fulla skattskuldu í Føroyum, hava ikki skyldu at spara saman til egna eftirløn av pengum, sum tey tjena uttanlands. Men lesandi uttanlands, sum tjena pengar í Føroyum, skulu rinda eftirløn. Kravda eftirlønargjaldið er galdandi fyri lesandi, sum í 2014 fylla 21 ár og tey, ið eru eldri enn 21. Kringvarpið vísir báðar finalurnar hjá teimum vaknsu beinleiðis í sjónvarpinum. Byrjað verður at senda klokkan 16.10. Tá er upptakt til kvinnufinaluna. Sjálv finalan millum KÍ og ÍF byrjar klokkan 16.30 Finalan um Løgmanssteypið er á skránni klokkan 19.15. Tá er upptakt og annað á skránni. Sjálvur finalan millum EB Streym og Víking byrjar klokkan 19.45 Fyrra hálvár hevur hilnast væl, staðfestir Súni Schwarts Jacobsen, forstjóri í bankanum. Hann sum roknar við einum avlopi upp á millum 60 og 90 milliónir krónur, tá hetta árið er av. Fyri skatt var úrslitið 54,4 milliónir krónur og hálvársroknskapurin javnvigaði við 7,0 milliardum krónum. Eginpeningur bankans var 1,2 milliardir krónur. Eik Banki upplýsir, at útlánini, sum vóru 4,7 milliardir krónur, eru eitt vet lægri enn við ársenda í fjør, og at innlán bankans framvegis økjast, og eru nú áleið 10 milliónir krónur hægri enn við ársskiftið. Solvensurin hjá bankanum er 23,2 prosent og likvideturin áleið fýra ferðir lógarkravda minstamarkið, sigur Eik Banki í tíðindaskrivi. Tað heldur borgarstjórin í Tórshavnar Kommunu, sum í skrivi í dag finst hvassliga at Innlendismálaráðnum fyri at halda tunnilsætlanina loyniliga. Skipafeløgini, sum hvørja viku hava flutt sild og makrel úr Føroyum, missa nógv, nú ES havnirnar verða stongdar fyri hesum fiskasløgum. Tey bíða nú eftir, hvat útflytarnir vilja hava, og fara at royna at laga seg eftir tí. Men ferðaætlanirnar verða ikki broyttar, hóast minni verður at flyta. Føroyskir alarar fáa meiri burtur úr enn teir norsku. Hetta var enn einaferð staðfest, tá norska alifyritøkan Marine Harvest í gjár kunngjørdi sín hálvársroknskap. Annan ársfjórðing fekk Marine Hervest Faroes 16,41 norskar krónur fyri hvørt kilo av aldum laksi. Hetta er næstan tvær krónur meira fyri kilo enn tann parturin av alifyritøkuni, sum hevði næst bestu úrtøku, nevniliga Kanada, ið fekk 14,55 norskar krónur fyri kilo. Í norska partinum av Marine Harvest var úrslitið millum 7,94 og 14,37 krónur fyri kilo, alt eftir hvar í landinum fiskurin er framleiddur. Marine Harvest samtakið legði í gjár fram besta ársfjórðings úrslitið nakrantíð. 79.438 tons vórðu tikiðð, og úrslitið 627 milliónir norskar krónur. Tað er nakað minni 17,3 prosent enn árið fyri, vísir ein uppgerð, sum Fíggjarmálaráðið hevur gjørt fyri kommunalu roknskapirnar 2012. Samlaða nettoskuldin hjá kommununum var um ársskiftið slakar 487 milliónir krónur, og tað er nakað minni enn tey bæði árini frammundan, tá nettoskuldin var ávikavist 513 og 544 milliónir krónur. Samanlagt er nettoskuldin sostatt minkað hesi seinastu árini, men tað kemst serliga av, at nettoognin hjá størstu kommununi, Tórshavnar ommunu, er vaksin. Í fjør hevði Tórshavnar kommuna 70 milliónir krónur í avlopi. Nærststørsta avlopið hevði næststørsta kommunan í landinum, Klaksvík, og tað var 10,4 milliónir krónur Seinastu tíðina hevur nógv buldur verið at hoyrt á Viðareiði, og fólk hava eisini merkt ristingar. Viðingar undrast á, hvat hetta er fyri nakað, og tað ávirkar gerandisdagin. Lis Mortensen, náttúrulandafrøðingur á Jarðfeingi, heldur at ristingarnar á Viðareiði minna nógv um tað, sum vágbingar upplivdu í 1967. Mentanarhúsið í Fuglafirði er endurreist eftir, at tað misti flogið oman á fyrstu glæsiligu árini beint eftir at húsið varð tikið í nýtslu í 2002. Seinasta hálva árið hava fleiri forkunnigar konsertir verið í Mentanarhúsinum, eitt nú við donsku Kashmir, Tim Christensen og Carpark North. Maðurin handan endurreisingina av Mentanarhúsinum í Fuglafirði er 29 ára gamli Ólavur Larsen. Uni Leitisstein Hansen var framvið í Mentanarhúsinum mikukvøldið 21. august, tá Teitur Lassen hevði útgávukonsert í Fuglafirði í sambandi við, at hann í september gevur út sína sættu fløgu, quot Story Music quot . P f Eysturoyartunnilin Rune Bro Róin, nevndarformaður, og Jan Jakobsen, nevndarlimur hava sent Rættarnevndini svarini skrivliga, sum nevndin fekk munnliga síðsta fríggjadag. Váði Í tí eina svarinum verður staðfest, at felagið heldur verkætlanina vera ein váði. Og tað er tí, at felagið skal eiga tunnilin í 30 ár, ella heilt upp í hálva øld. Felagið hevur ongan trygd fyri, at tað fær sína íløgu aftur ella forrentaða, millum annað tí, at tunnilin fer at hava kapping frá vegunum millum Eysturoynna og Streymoynna. Onki prísuppskot P f Eysturoyartunnilin veit ikki enn, hvussu nógv, tað fer at kosta at brúka tunnilin. Tað ber ikki til at áseta prísin fyrr enn tunnilin er gjørdur. Men kostnaðurin skal vera kappingarførur við verandi veganet, sigur felagið í svarinum til Rættarnevndina. Vita heldur ikki tunnilsprísin Felagið veit heldur ikki, hvussu nógv, tunnilin fer at kosta, men onnur hava sagt, at hann kostar eina góða milliard krónur. Tað kann koma upp á tal at fáa onnur enn CIP og Lív við í fíggingina. Tað kann í vissan mun vera relevant at fáa fremmandan kapital við í P f Eysturoyartunnilin, sum í dag hevur fimm milliónir í partapeningi, svarar felagið Rætternevndini. Lív eigur 20 prosent. Í tølunum sæst, at til og við mai í ár var nøgdin av toski, sum varð avreidd, munandi lægri, men nú vísa tølini, at nøgdin av toski er nakað størri enn í fjør. Avreiðingartølini fyri mánaðirnar januar til juli vísa, at ein fjórðingur minni er avreiddur av botnfiski, og samlaða virðið er lækkað ein triðing í mun til somu mánaðirnar í fjør. Serliga er minni av upsa avreitt í ár, men eisini tá tað kemur til brosmu og longu meðan munandi meiri av hýsu er komin upp á land í ár her skal sigast, at hýsunøgdin hevur verið sera lág seinastu árini, skrivar hagstovan.fo Í toyminum eru Herluf Sigvaldsson, stjórnmálafrøðingur, sum er samráðingarleiðari. Hinir limirnir í samráðingartoyminum eru, Ásmundur Guðjónsson, havlívfrøðingur, Bjørn Kunoy, doktari í altjóðalóg, Eydna í Homrum, lívfrøðingur, Hans Ellefsen, búskaparfrøðingur og Jan Arge Jacobsen, fiskifrøðingur. Eg er sannførdur um, at eftir fíggjarkreppuna skulu vit syrgja fyri at polstra bankarnar so væl, at teir ikki enda í nýggjum trupulleikum, tá ristingar aftur henda á fíggjarmarknaðinum, sigur Henrik Sass Larsen við Børsen. Tað kann merkja, at danski vinnumálaráðharrin fer at fylgja ráðunum hjá sonevndu Sifi nevndini, sum mælir til at herða krøvini fyri, hvussu nógvan tøkan pening og hvussu lágt gjaldføri hjá peningastovnunum í danska kongaríkinum kann vera. Ringa móttøku Tá Sifi nevndin, sum danska Vinnumálaráðið hevur sett, kom við sínum tilmæli í mars, var tað alt annað enn væl móttikið í Fíggjarráðnum, hjá Danske Bank og millum báðar borgarligu flokkarnar, Konservativu og Vinstra. Truplar samráðingar Velur hann at gera avtalu um Sifi bara við Eindarlistan, so hevur hann ta avbjóðing, at vit ikki ynskja at gera avtalur við hann á fíggjarliga økinum, sigur Brian Mikkelsen, framsøgufólk hjá Konsverativu í vinnumálum. Framsøgufólkið hjá Vinstra, Kim Andersen, er samdur við starvsfelaganum úr Konservativu. Bæði fíggjarráðið og Danske Bank vilja vera við, at tað fer at oyðileggja geiran at herða krøvini fyri tøkum peningi og gjaldføri hjá peningastovnunum, um ikki tað sama verður gjørt í hinum ES londunum. Tá finalan um Løgmanssteypið er av leygarkvøldið, verður tíðindafundur í FSF húsinum. Fótbóltssambandið hevur boðað frá, at Lars Olsen fer at kunngera nøvnini á teimum sum skulu manna landsliðshópin klokkan 22.15. 17 ára gamla Sonja Davidsen úr Miðvági luttók seinasta leygarkvøld í vakurleika kappingini Queen of Scandinavia, sum er ein tann størsta kappingin av sínum slagi í Danmark. Sonja var ein av 20 útvaldum gentum millum eitttúsund. Hóast Sonja ikki vann kappingina, so fekk hon heiðurin sum tann mest væl umtókta genta av teimum 20 finalu luttakarunum. 3000 fólk høvdu atkvøtt fyri Sonju inn á heimasíðuni hjá kappingini. Dreymurin er at blíva model ein dreymur, sum birtist í einari sjúkrasong á Landssjúrkahúsinum. Emil Bjarnaskor fall fyri tveimum árum síðan í óvit við einum blóðtøppi í heilanum á Summarfestivalinum, og gjørdist lamin. Hann hevur síðani búð á endurbúgvingarheimi í Danmark. Í gjárkvøldið gjørdu eldru næmingarnir í Hoydølum og næmingar úr øðrum skúlum seg inn á fyrsta árs næmingar í Hoydølum, sum tjaldaðu á fløtuni uttan fyri skúlan. Hetta skuldi annars verða ein friðarligur endu á innleiðsludøgunum hjá fyrsta árs næmingunum, sum noyddu at byrgja seg inn á skúlan. Samgongutingmenninir Bárður á Steig Nielsen í Sambandsflokkinum og Bjarni Djurholm í Fólkaflokkinum gjørdu mikudagin enn eina roynd at fáa samgonguna at venda privatu tunnilsloysnini hjá Kára P. Højgaard, landsstýrismanni, bakið. Teir sendu tá floksfeløgum sínum uppskotið um almenna loysn eina ferð afturat við áheitan um at viðgera uppskotið og leggja tað ella okkurt, sum líkist tí, fyri løgtingið. Bjarni Djurholm og Bárður á Steig Nielsen skjóta upp at stovna eitt alment tunnilsfelag við einum kapitali upp á eina hálva milliard krónur, at lata allar undirsjóvartunlarnar í hetta nýggja felagið og at lata tí felagum upp í hendur at byggja bæði Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin. Vágatunnilin og Norðoyatunnilin skulu, sambært uppskotinum, ikki í nýggja felagið fyri at bummgjøldini í teimum báðum tunlunum skulu fíggja íløgurnar í nýggju tunlarnar. Frívirðið í Vágatunlinum og Norðoyatunlinum skal brúkast til at fáa bíligari lán til nýggju tunlarnar, siga teir báðir samgongutingmenninir. Arbeitt verður av øllum alvi at tøma frystigoymslurnar, áðrenn handilsforðingarnar verða settar í verk mikudagin, og ES steingir havnirnar fyri føroyskum fiskavørum. Frystigoymslurmar hjá Christiani í Grótinum og Norðborg í Klaksvík verða tømdar. Og á Varðanum Pelagic á Tvøroyri kýta tey seg eisini at avskipa vørur, sum skulu á ES marknaðin. Flokkurin tekur sostatt undir við formanninum, Akseli V. Johannesen, sum sigur, at ert tú fyri uppskotinum hjá Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum í tunnilsmálinum, er tú eisini í Javnaðarflokkinum. Tað er enn óvist, hvørjum tunnilsuppskoti Gerhard Lognberg fer at atkvøða fyri. Men tað er kortini greitt, at hann tekur undir við tí uppskotinum, sum skjótast kann tryggja sandoyingum ein undirsjóvartunnil, sama hvat Javnaðarflokkurin heldur. Bárður Nielsen, formaður í løgtingsins fíggjarnevnd, tekur ikki undir við ætlanini hjá løgmanni um at hækka hallið á fíggjarlógini í ár 150 milliónir krónur, nú ætlanin um at taka pening úr gamla Landsbankanum til Sandoyartunnilin er slept. Hann tekur heldur ikki undir við uppskotinum um at stovna alment partafelag, sum skal reka Sandoyartunnil, tí tað stríðir ímóti vinnulóggávuni. Bárður Nielsen vísir á, at sama støða tók seg upp, tá Hovstunnilin skuldi gerast á sinni. Tá varð eisini ætlanin at stovna alment partafelag, men endin var, at tunnilin varð fíggjaður beinleiðis á fíggjarlógini. Bárður Nielsen er ørkymlaður av øllum rokinum um tunnilsmálið. Hann heldur, at samgongan eigur at finna aðrar loysnir enn tær, sum nú eru til viðgerðar. Steypafinalur í fótbólti eru í dag. Hjá kvinnununum eru KÍ og ÍF í finaluni, og hjá monnunum bresta EB Streymur og Víkingur saman á Tórsvølli. Somu lið spældu eina minniliga finalu fyri einum ári síðani, men tá Tórður Mikkelsen í gjár hitti tveir av leikarunum á Tórsvølli, vildi hvørgin siga, at teirra lið er favorittur at vinna finaluna. Knassar eru best kendir fyri at gera heimasíður, men teir hava eisini roynt seg við størri verkætlanum í Danmark, við góðum úrsliti. Annar av stjórunum í Knassum, Niklái Nysted, var gestur í Vangamyndini í Degi amp Viku i gjárkvøldið, og hann sigur, at hóast fjølmiðlaverðin er nýggj fyri teimum, hava Knassar stórar ætlanir við Portalinum. Vit hoyra framhalssøguna Omma, rópar Fróði. Gudrun Mebs skrivaði og Bjørg Matras Jensen týddi til føroyskt. Hjálmar Dam lesur og Finnur Hansen setti saman. Hilda og Fríðunn Mortensen byrja. Noreg hevur nú stongt sínar havnir fyri føroyskari sild. Noreg tekur sostatt undir við boykottinum, sum ES hevur samtykt fyri Føroyar. Føroyar eru ikki við í avtaluni hjá strandalondunum um norðhavssildina, og tað er orsøkin til, at Noreg hevur sett handilsforðingarnar í verk. Norska lógarverkið heimilar at steingja havnir fyri londum, sum ikki eru við í felagsavtalum. Sambært ES og Noregi er eingin annar møguleiki enn at seta Føroyum handilsforðingar, tí føroyingar vilja ikki vera við til at verja sildastovnin og fiska burðardygt. Útnorðurráðið heitti í vikuni á Noreg um at stuðla Føroyum og Íslandi, og at taka frástøðu frá framferðarháttinum hjá ES. Norska stjórnin hevur kortini ikki tikið áheitanina til eftirtektar, og tí verða havnirnar stongdar fyri føroyskari sild. Tað vísa skjøl, sum Útvarpið hevur fingið fatur á. Strandarlondini Ísland, Føroyar, Noreg og Russland vóru í 1995 samd um at skipa fiskiskapin eftir norðhavssild. Hóast mestsum eingin norðhavssild var í ES sjógvi, hildu strandarlondini, at ES skuldi fáa eitt prosent av kvotuni. Tá talaði ES at. ES góðkendi ikki avtaluna millum strandarlondini, tí tey hildu seg hava søgulig fiskirættindi, umframt at strandarlondini høvdu atgongd til ES havnir. Úrslitið var, at ES ásetti sær sína egnu kvotu, 150.000 tons. Tað elvdi til eitt stríð millum Noreg, Ísland og Danmark, sum fiskaði størsta partin av ES kvotuni. Keldur, sum Útvarpið hevur tosað við, siga, at fyrispurningur kom tá úr Noregi, um tað var ein møguleiki hjá føroyingum at taka undir við norðmonnum og íslendingum, og steingja sínar havnir fyri dønum. Tann 28. mai 1996 var Niels Helveg Petersen, táverandi danski uttanríkisráðharrin, á fundi við sínar starvsfelagar í Íslandi og Noregi. Har vísti hann á týdningin ikki at skerja fiskiskapin við forðingum, men heldur at finna eina loysn á trætuni. Tann 24. mai í 1996 skrivar formaðurin í Danmarks Fiskeriforening, Bent Rulle, til forsætisráðharran, Poul Nyrup Rasmussen, at Føroyar ætla at gera sum Ísland og Noreg og steingja sínar havnir fyri donskum skipum. Poul Nyrup Rasmussen svarar Bent Rulle, at Danmark hevur gjørt føroyska landsstýrinum greitt, at danir vænta ikki av føroyingum, at teir steingja sínar havnir. Samskifti er eisini millum donsku stjórnina og føroyska landsstýrið. Í brævi, dagfest 31. mai 1996, til Edmund Joensen, sum var løgmaður, skrivar Niels Helveg Petersen, at hann hevur frætt frá formanninum í Danmarks Fiskeriforening, Bent Rulle, at eisini føroyingar sum partar av ríkisfelagsskapinum ætla at forða dønum í at landa sild í Føroyum. Niels Helveg Petersen skrivar í brævinum til løgmann, at hann vónar ikki, at hald er í tíðindunum. Hann leggur afturat, at tað er av størsta týdningi, at allir partar royna at fáa eina semju í lag, og heitir somuleiðis á løgmann um heldur at virka fyril, at ein loysn fæst á trætuni. Edmund Joensen svaraði danska uttanríkisráðharranum, at ongar ætlanir vóru um at forða dønum at landa sild í Føroyum, og vísti á, at semja skuldi heldur finnast. Føroyingar stongdu ongantíð sínar havnir fyri dønum. Árið eftir, í 1997, varð ES góðkent sum strandaland, og hevur síðan verið við í semjunum um býtið av norðhavssildini. Nú verða handilsforðingar settar í verk fyri Føroyar, tí føroyingar, sambært ES, hava ásett sær ov stóra kvotu. Tað ber í sær, at føroyingar sleppa ikki at selja sild og makrel á ES marknaðinum. Sum ES land verður tað eisini galdandi fyri Danmark, sum tá fer at seta revsitiltøk í verk móti einum øðrum parti av ríkisfelagsskapinum. Í samskifti við donsku uttanríkistænastuna í ár hava føroyingar víst á støðuna í 1996. Hóast spurningurin varð reistur, vístu føroyingar tá samráðingarvilja, heldur enn at forða dønum, sum eftir teirra tykki ovfiskaðu. Støðan er kortini øðrvísi hesaferð, tí Danmark hevur sum ES land bundið seg til at gera, sum ES lóggavan sigur og tað er at seta handilsforðingar í verk fyri Føroyar. Fyrst í september byrja samráðingarnar millum strandalondini um silda og makrelfiskiskapin næsta ár. Tað er ein mánaður fyri, at ICES kemur við sínum tilmæli um, hvussu nógv kann fiskast næsta ár. Men tað hevur ikki so stóran týdning fyri samráðingarnar, sigur Herluf Sigvaldsson, samráðingarleiðari, tí tilmælið hjá ICES snýr seg um heildarveiðuna av sild og makreli næsta ár, er hvat ICES heldur vera ráðiligt at fiska burtur av stovninum. Hvussu strandalondini býta heildarkvotuna, er ein samráðingar spurningur teirra millum, og tær samráðingarnar kunnu byrja, áðrenn greitt er, hvat ICES sigur um TAC acute ið. Fyrsti fundur um sildina verður í London 2. og 3. september, og fyrsti fundur um makrelin verður í Reykjavík 7. og 8. september. Í samráðingarnevndini verða Herluf Sigvaldsson, Ásmundur Guðjónsson, Bjørn Kunoy, Eydna í Homrum, Hans Ellefsen og Jan Arge Jacobsen. Kristin Michelsen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur enn ikki tikið støðu, hvørjum tunnilsuppskoti hann fer at atkvøða fyri. Tað váttar hann fyri útvarpinum í dag. Kristin Michelsen hevur sostatt ikki lovað Javnaðarflokkinum, at hann fer at atkvøða fyri uppskotinum, sum formaðurin, Aksel V. Johannesen, og Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi hava lagt fyri tingið. Kristin Michelsen sigur í viðmerking við útvarpið, at hann er við í viðgerðini í rættarnevndini, og enn er ikki greitt, hvussu hann fer at atkvøða. Eg havi í øllum førum ikki fingið eitt eins gott tilboð og tingmenninir í Sandoynni, sum hava fingið boðið 150 milliónir krónur. Eg taki atlit at Suðuroynni í hesum málinum. Eg krevji einki. Tað má vera samgongan, sum skal bjóða mær okkurt fyri mína atkvøðu, sigur Kristin Michelsen. Formaðurin í Javnaðarflokkinum, Aksel V. Johannesen, segði í gjár, at ert tú sum tingfólk við Javnaðarflokkinum í hesum málinum, er tú eisini í Javnaðarflokkinum. Sostatt er greitt, at hvørki Gerhard Lognberg ella Kristin Michelsen hava tikið støðu, hvussu teir fara at atkvøða, tá tunnilsuppskotini koma til 2. viðgerð. Teir hava í øllum førum báðir staðfest, at samgongan kann fáa teir í sín part, tá trýstast skal á reyða og grøna knøttin í løgtinginum. Vit hoyra framhalssøguna Omma, rópar Fróði. Gudrun Mebs skrivaði og Bjørg Matras Jensen týddi til føroyskt. Hjálmar Dam lesur og Finnur Hansen setti saman. Hilda og Fríðunn Mortensen byrja. Avgerðin um ikki at banna donskum fiskiskipum at landa sild í Føroyum í sildatrætuni í 1996 var einans grundað á fíggjarlig atlit, og varð ikki ávirkað av trýsti frá donsku stjórnini. Sambært tølunum hjá ALS flest arbeiðsleys í Suðurstreymi, 411. Í Sandoynni eru bara 14 fólk, sum fáa arbeiðsloysisstuðul frá ALS. Á tíðindafundi í FSF húsinum leygarkvøldið, beint eftir at Víkingur hevði vunnið Løgmanssteypið, kunngjørdi Lars Olsen, landsliðsvenjari, nøvnini á teimum, ið eru úttiknir til HM undankappingardystirnar móti Kasakhstan og Týsklandi. Og í mun til dystin móti Íslandi fyrr í hesum mánaðinum, sum íslendingar vunnu 1 0, eru fimm broytingar framdar í føroyska hópinum. Leif Niclasen, Teitur Matras Gestsson, Karl Løkin, Kaj Leo í Bartalstovu og Arnbjørn Hansen, ið bleiv skaddur í steypafinaluni, eru ikki úttiknir hesaferð. Kristian Joensen avloysir Teitur Matras Gestsson, sum ístaðin verður partur av U21 landsliðnum, Símun Samuelsen og Súni Olsen, ið vóru skaddir til dystin móti Íslandi, eru tøkir aftur, meðan Christian Lamhauge Holst og Ári Mohr Jónsson, ið báðir fingu fríð til dystin móti íslendingum, eru úttiknir til dystirnar móti Kasakhstan og Týsklandi. Har afturat er Jóhan Troest Davidsen úr HB aftur partur av føroyska A landsliðshópinum. Føroyski hópurin Gunnar Nielsen, Motherwell SCO Kristian Joensen, NSÍ Runavík Hans Jørgensen, HB Tórshavn Jónas Tór Næs, Valur ICE Atli Gregersen, Víkingur Rógvi Baldvinsson, Bryne BK NOR Jóhan Troest Davidsen, HB Tórshavn Erling Jacobsen, Víkingur Viljormur Davidsen, Vejle Boldklub DK Ári Mohr Jónsson, Silkeborg IF DK Fróði Benjaminsen, HB Tórshavn Súni Olsen, B36 Tórshavn Heini Vatnsdal, HB Tórshavn Hallur Hansson, AaB lborg DK Christian R. Mouritsen, HB Tórshavn Símun Samuelsen, HB Tórshavn Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ Runavík Jóan Símun Edmundsson, Viking Stavangar NOR Christian Lamhauge Holst, Silkeborg IF DK Páll Klettskarð, KÍ Klaksvík Pól Jóhannus Justinussen verður tó ikki við í Kasakhstan vegna leikbann. Har afturat kann verða, at broytingar verða gjørdar í hópinum undan dystinum móti Týsklandi. Fimm av føroysku leikarunum eru nevniliga í vanda fyri at verða leikbannaðir til stóru uppgávuna ímóti Týsklandi, um teir fáa gult kort í útidystinum móti Kasakhstan. Talan er um Fróða Benjaminsen, Jónas Tór Næs, Símun Samuelsen, Christian Lamhauge Holst og Heina Vatnsdal. HM undankappingardysturin í Kasakhstan verður spældur fríggjadagin 6. september, og fýra dagar seinni, týsdagin 10. september spæla Føroyar og Týskland á Tórsvølli. Toppskjúttin í EFFO deildini hevur longt sáttmálan við barndómsfelagið fram til og við 2015. Páll Klettskarð hevði annars sáttmála við KÍ í 2014, men áleyparin verður nú eisini at síggja í KÍ blusuni í 2015. Páll Klettskarð leikti sín fyrst dyst fyri besta mansliðið hjá KÍ í 2007. Higartil hevur hann spælt 57 dystir og skotið 39 mál fyri KÍ. Páll Klettskarð sigur við KÍ heimasíðuna, at hann er fegin um at sáttmálin er longdur Tað er deiligt at forleingja við barndomsfelagið. KÍ er mítt felag. Eg trívist væl í KÍ, vit hava eitt gott lið hóast gongdin ikki hevur verið tann besta higartil í ár. Tað sigur grønlendski fiskimálaráðharrin, Karl Lyberth, við blaðið Sermitsiaq. Og Grønland er í parti við Føroyum og Íslandi móti ES, og tá eisini Danmark, og Norra. Men hvørki Føroyar ella Ísland góðkenna Grønland sum strandarland, tá makrelur og sild skulu býtast millum londini. Tað gera ES og Norra heldur ikki. Hóast Grønland ikki er góðkent at vera strandarland, hevur Grønland fiskað makrel í trý ár og í ár eisini sild við Eysturgrønland. Talan er um royndarveiðu. Talan er um veiðu í egnum sjógvi, og hana kunnu onnur lond einki gera við. Strandarlondini eru í einari aðrari støðu enn Grønland, tí tey eru við í einari avtalu millum strandarlond um í felag at umsita fiskastovnar, sum ferðast tvørtur um fiskimørk. Karl Lyberth, landsstýrismaður, sigur við Sermitsiaq, at Grønland kann halda fram við sínari royndarveiðu í nøkur ár afturat til landsstýrið veit, hvussu stóra kvotu, Grønland eigur og síðani kann krevja sum strandarland. Uttanríkisráðharrin og løgmaður skulu tosa um sildatrætuna og handilstiltøkini hjá ES, Arktiska ráðið og ynskið um føroyskan limaskap í heimshandilsfelagsskapinum, WTO. Sýriski forsetin, Bashar al Assad, vísir aftur, at hansara stýri hevur brúkt evnafrøðilig vápn í stríðnum móti uppreistrarfólkum í landinum. Viðmerkingarnar, sum politikarar í vestanlondunum og aðrastaðni koma við, eru ein háðan móti vanligum skynsemi. Tað er tað bera tvætl, sigur Assad í samrøðu við russiskt blað, sambært AFP og Ritzau. Í dag fara eftirlitsfólk hjá ST at vitja forstaðirnar til Damaskus, har illgruni er um, at evnafrøðilig vápn eru nýtt í síðstu viku, upplýsir ST. Fráboðanin kemur, eftir at Sýria og ST eru vorðin samd um at loyva eftirlitsfólkum at kanna økið, har hundraðtals fólk hava latið lív. Og sendiliðið hevur hevur skund. Men sambært quot Læknum uttan mørk quot hava túsundtals sjúklingar vitjað trý sjúkrahús í Damaskus síðani mikudagin við sjúkueyðkennum, sum líkjast gasseitran. 355 sjúklingar hava latið lív. Heldur ikki er er staðfest, hvør hevur nýtt vápnini. Uppreistrarfólk og sýriska stjórnin geva hvørjum øðrum skyldina fyri at hava nýtt evnafrøðilig vápn í bardøgunum mikdagin. Kappingareftirlitið hevur fingið fráboðan um, at íløgufelagið SF IV fýra ætlar at keypa partin hjá íløgufelagnum Hedda, 66 prosent, í P f Magni. Løgtingsins rættarnevnd fer aftur í dag at hava fund um tunnilsuppskotini, men enn er ikki greitt, nær nevndin fer at skriva álit. Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, hevur sagt, at ætlanin er at skriva undir sáttmálan um Eysturoyartunnilin við Copenhagen Infrastructure Partners í seinasta lagi leygardagin. Og Bjørt Samuelsen og Aksel V. Johannesen biðja um 10 milliónir krónur at seta í P.f. Føroyatunlar, ið skal byggja og reka undirsjóvartunlar millum Eysturoy og Streymoy, og millum Sandoy og Streymoy. Búskapar og øgfrøðingafelagið átalar nú harðliga løgmann og landsstýrismannin í innlendismálum fyri, at faklig tilmæli og metingarn frá almennu fyrisitingini áhaldandi verða sett til viks. Hetta máar støðið undan virðingini fyri bæði fakliga førleikanum hjá limum felagsins ogi skipanini sum heild, sigur Leivur Persson, formaður í BLF. Hann nevnir sum dømi, at løgmaður í Degi amp Viku tann 20. august vísti stórt misálit á førleikan hjá starvsfólkunum á Fígging Landsins, og at landsstýrismaðurin í innlendismálum hevur alment ført fram, at Landsverk hevur ikki neyðugu førleikarnar at meta um almennar samferðsluútbyggingar. Tá redaktørurin á Jyllandspostinum, Flemming Rose, setti seg við knappaborðið ein morgun í september 2005, gáaði hann ikki um, hvat honum og Danmark var í væntu. Nakrar mánaðir seinni var muslimski heimurin á gosi. Brennandi danskar sendistovur, mótmælisgongur, handilsboykott, yvirgangsálop og yvirgangshóttanir. Tá ið alt hevði lagt seg so nøkulunda, skrivaði Flemming Rose, mentanarredaktørur á Jyllandspostinum bókina, Tavshedens Tyranni. Við bókini sum grundarlag, heldur hann fyrilestur um tøgnina í vesturheiminum, talufrælsi og muhammed tekningarnar. Heini í Skorini sum skipar fyri tiltakinum og hann var gestur í sendingini Karusellini. Hoyr samrøðuna við Heina her Tað sigur borgarstjórin í Vági, sum saman við hinum kommunum í syðru helvt av Suðuroynni heldur tað vera órímiligt, at eldri borgarar í Hvalba, Fámjin og Tvøroyri, sum einki hava goldið til Hamragarð, nú fáa somu rættindi í teimum fýra kommunum, ið hava goldið fyri ellisheimið í Vági. Kravið hjá løgtinginum um næstan 17 milliónir krónur í avlopi, sama hvussu nógv verður selt, er ein tungur kleppur at dragast við hjá Rúsuni. Avlopskravið hækkaði nógv, 50 prosent, í 2010. Tað gjørdi, at prísirnir hækkaðu, førleikamenningin hjá starvsfólkunum varð avmarkað og nógv minni er brúkt til íløgur og viðlíkahald. Í fjør mælti leiðslan hjá Rúsdrekkasøluni til at gera Rúsdrekkasøluna til alment partafelag. Ella seta kravið um avlop eftir søluni. Hin møguleikin er at seta avlopskravið eftir umsetninginum ella sum serligt avgjald eins og onnur avgjøld á rúsdrekka. Rúsan seldi meira í fjør enn árið fyri. Sølan í fjør var 120,1 millión, hon var 117,7 milliónir krónur í 2011. 11 feløg hava fingið bræv frá TAKS, har tey verða biðin um greiða frá, um bilarnir hjá felagnum burtur av verða nýttir til vinnuligt virksemi. Í sambandi við tveir landskappingardystir í fótbólti fyri einari viku síðan, kundi eftirlitið hjá TAKS staðfesta, at fleiri bilar, ið einans skulu nýtast til vinnuligt virksemi, vóru parkeraðir á økinum kring vøllirnar, meðan dysturin varð spældur. Fótbóltsdystirnir í Klaksvík og Gøtu vóru enn eitt eftirlitsátak, og hesi 11 feløgini hava nú fingið bræv, har tey verða biðin at greiða nærri frá, hví bilarnir vóru til dystirnar. Feløg hava ikki rætt til at draga íløgu MVG frá, verður akfarið burturav ikki nýtt til MVG skyldugt virksemi. Í sama viðfangi er tað eisini skattskyldugt hjá privatpersónum at nýta vinnuligar bilar til privata nýtslu. Tað áleggur øllum feløgum at upplýsa, um starvsfólk hava rætt til at nýta akfør til privat ørindi og harvið skatta av fríari nýtslu, sigur TAKS. Landsstýrið umhugsar at fáa broytt dupultskattaavtalurnar við hini Norðurlondini, so landskassin fær vinningsbýtið hjá danska íleggjaranum, sum skal gera og eiga Eysturoyartunnilin. Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sum hevur svarað spurningum frá Kristinu Háfoss, løgtingskvinnu, um tunnilsmálið. Danski statskassin, ikki føroyski landskassin, fær skattin av vinninginum hjá felagnum, sum skal gera Eysturoyartunnilin. Tað ger norðurlendska dupultskattaavtalan, sum Føroyar eru við í. Eigur ein norðurlendskur íleggjari meira enn tíggju prosent í einum føroyskum partafelagi, verður skatturin av vinningsbýtinum ikki goldin í Føroyum. Bara 20 prosent av felagnum, sum bíðar eftir at fáa einkarrættin til Eysturoyartunnilin, eru føroysk. Men landsstýrið umhugsar at fáa dupultskattaavtaluna broytta, so skatturin av vinningsbýtinum partvíst ella heilt verður goldin í landinum, har sum felagið vinnur pengarnar. Frystiskipið Green Crystal liggur á Tvøroyri og fermir 2700 tons frá Varðanum Pelagic og 1600 tons frá Viktoriu, sum hevur tikið ímóti sild og makreli frá Suðringi og Rankanum. Tað er neyðugt, um stórar nøgdir skulu flytast til Afrika, Russlands og aðrar marknaðir, sigur Bogi Jacobsen, stjóri á Varðanum Pelagic. Ófriðurin í Egyptalandi hevur við sær, at donsku ferðaskrivstovurnar, Star Tour og Spies ,hava avlýst allar ferðir til Egyptalands, tað sum er eftir av árinum, skrivar Ritzau. Tað ber í sær, at 2.000 ferðafólk, sum høvdu ætlað sær til Egyptalands við Star Tour, og 7.000 við Spies, noyðast at setast aftur. Til tess at tryggja viðskiftafólkunum, at tey kortini sleppa at ferðast, fer Star Tour í staðin at bjóða teimum at fara til Tenerife hetta til januar, sigur sølustjórin, Stig Elling. Danska uttanríkisráðið hevur ikki broytt vegleiðingina fyri at ferðast í Egyptalandi, har nógvur ófriður hevur verið seinastu vikurnar, og fleiri enn 1000 fólk hava latið lív. Hosni Mubarak er ákærdur fyri at vera samsekur, tá fleiri hundrað mótmælisfólk doyðu undir uppreistrinum í 2011, sum endaði við, at Mubarak varð rikin frá valdinum. 85 ára gamli fyrrverandi einaræðisharrin varð hósdagin fluttur úr einum fongsli í húsavarðhald. Hann varð staddur í rættinum í gjár, tá rættarmálið enn einaferð varð útsett. Seinasta royndin hjá Villy Søvndal, uttanríkisráðharra, at sannføra ES nevndina um, at hon eigur ikki at seta tiltøk í verk móti Føroyum, rínur ikki við. Í síðstu viku sendi Villy Søvndal eitt bræv til ES fiskivinnukommisserin, Mariu Damanaki, har hann enn einaferð heitti á hana um ikki at seta tiltøk í verk, men at taka samráðingarnar uppaftur. Í brævinum vísti Søvndal millum annað á, at Føroyar hava biðið um, at settur verður ein gerðarrættur undir ST havrættarsáttmálanum, og at búskaparlig tiltøk fara bert at herða stríðið millum ES og Føroyar. Keldur í ES nevndini vátta fyri Politiken, at ES nevndin hevur fingið brævið frá donsku stjórnini, men áheitanin frá Villy Søvndal fær ongan týdning. ES nevndin sigur í einari skrivligari viðmerking til Politiken, at føroyska umbønin um at seta ein gerðarrætt broytir ikki ætlanina um at seta tiltøkini í verk. Tiltøkini hava til endamáls at verja og varðveita sildastovnin, og tey eru í fullum samsvari við fólkarættin, sigur ES nevndin. Føroyar verða noyddar at umhugsa støðu sína og verða til reiðar at viðgera ein kvotu, sum ger, at stovnurin verður burðardyggur. Hvørki tiltøkini, ella tað at ein gerðarrættur verður settur at viðgera málið, forða fyri, at samráðingarnar millum strandalondini kunnu halda fram í september, skrivar ES nevndin í svarinum til Villy Søvndal. Á felags kirkjuráðsfundi í gjár innstillaðu kirkjuráðini Marjuna í Kálvalíð til kallið sum sóknarprestur við sæti í Vestmanna. Landsstýrismaðurin í kirkjumálum staðfestir innstillingina, tá formligu viðurskiftini eru greidd. Á heimasíðuni hjá Fólkakirkjuni skrivar Jógvan Fríðriksson, bispur, at eftir ætlan verður Marjun í Kálvalíð prestvígd í Dómkirkjuni sunnudagin 15. september. Mikkjalsmessudag, 29. september, verður hon skipað í kallið sum sóknarprestur í Norðstreymoyar og Vága prestagjaldi við gudstænastuna í Vestmanna kirkju. Tað eru ferðaskrivstovurnar, Star Tour og Spies,sum hava avlýst allar ferðir til Egyptalands, tað sum er eftir av árinum, skrivar Ritzau. Tað ber í sær, at 2.000 ferðafólk, sum høvdu ætlað sær til Egyptalands við Star Tour, og 7.000 við Spies, noyðast at setast aftur. Til tess at tryggja viðskiftafólkunum, at tey kortini sleppa at ferðast, fer Star Tour í staðin at bjóða teimum at fara til Tenerife hetta til januar, sigur sølustjórin, Stig Elling. Danska uttanríkisráðið hevur ikki broytt vegleiðingina fyri at ferðast í Egyptalandi, har nógvur ófriður hevur verið seinastu vikurnar, og fleiri enn 1000 fólk hava latið lív. Atlantic Airways flýgur ikki fyri tær báðar ferðaskrivstovurnar, sum nú hava avlýst allar ferðir til Egyptalands. Atlantic Airways flýgur fyri ferðaskrivstovuna, Atlantis Rejser, og fyribils hevur tann skrivstovan ikki gjørt nakrar broytingar. Kunningarstjórin hjá Atlantis Rejser, Pernille Ammitzbøll, sigur við Jyllandspostin, at tey hava ongar ætlanir um at avlýsa ferðirnar til Egyptalands. Hon kennir seg sannførda um, at viðurskiftini í Egyptalandi fara at batna aftur. Seinastu vikuna hevur eingin ófriður verið, og tí er tað bert ein spurningur um tíð, til viðurskiftini eru fingin í rættlag, sigur hon við blaðið. Tá Atlantic Airways í farnu viku almannakunngjørdi úrslitið fyri fyrra hálvár, boðaði leiðslan frá, at ótryggu viðurskiftini í Egyptalandi kunnu ávirka úrslitið hjá felagnum í ár. Heldur ótrygga støðan í Egyptalandi fram eftir 1.oktober, tá meiri flúgving verður til Egyptalands, kann tað ávirka ársúrslitið hjá føroyska flogfelagnum, varð sagt í fráboðanini frá Atlantic Airways. Seinastu tíðina hevur ljóðað, at bæði Gerhard Lognberg úr Javnaðarflokkinum og Páll á Reynatúgvu úr Tjóðveldi fóru at atkvøða fyri uppskotinum hjá Kára P. Højgaard, landsstýrismanni, um privatan Eysturoyartunnil, um teir afturfyri fáa játtað pening til at fara undir Sandoyartunnilin í 2015. Bakkafrost hevði 252 milliónir krónur í vinningi eftir skatt fyrra hálvár í ár, 145 milliónir meira enn í fjør, kunnger felagið í morgun. Alideildin hevði eitt framúr gott úrslit, tí laksaprísurin er so góður, men Bakkafrost missir framvegis nógvar pengar av lidnu vørunum. Serliga annar ársfjórðingur royndist væl, tí laksaprísurin er so góður. Eftirspurningurin er størri enn útboðið. Verri gongst við lidnu vørunum, sum Bakkafrost ger. Tann deildin hevði 42 milliónir í halli í øðrum ársfjórðingi, tí laksurin til vørurnar er so dýrur at keypa nú. Bakkafrost hevði fingið meira fyri at selja laksin óviðgjørdan enn til sína egnu framleiðsludeild. Men, sigur Regin Jacobsen, stjóri, vit vita av royndum, at marknaðurin vendir. Og tá fara vit at vinna pening aftur við at gera og selja lidnar vørur. Vit vita, at marknaðarviðurskiftini eru skiftandi. Tí er umráðandi, at vit við framtíðini í huga hugsa um at virðisøkja sum mest og varðveita tey 200 arbeiðsplássini á hesi deildini, sigur Regin Jacobsen. Havsbrún, sum ger fiskamjøl, lýsi og laksafóður, hevði 25 milliónir krónur í vinningi í øðrum ársfjórðingi, tí virkið í Fuglafirði hevur fingið nógv meira fisk í ár. Tann 30.juni hevði Bakkafrost samtakið 786 milliónir krónur í nettoskuld, hon er minkað góðar 20 milliónir í ár. Samstundis hevði samtakið ótroyttar kredittir upp á 617 milliónir krónur. Solvensurin hjá Bakkafrosti var 49 prosent, tá fyrra hálvárið endaði. Landskassin fær brúk fyri 150 milliónum afturat í ár, um løgtingið samtykkir at játta 150 milliónir krónur til Sandoyartunnilin nú í 2013. Men samgongan umhugsar at gera Sandoyartunnilin skjótari enn tað og brúka 150 milliónir í ár, uttan at taka av teimum 385 í játtanarkarminum árini 2014 til 2024. Landsbankin er ikki nevndur í svarinum hjá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, hóast Kristina Háfoss, løgtingskvinna, spyr beinleiðis um pengarnar, sum vóru í Landsbankanum, tá hann læt aftur 1.apríl. Og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, hevur sagt, at tær 150 milliónirnar, sum skulu til Sandoyartunnilin, eru pengarnir, sum vóru í Landsbankanum. Tær milliónirnar skuldu annars brúkast til at styrkja gjaldføri landskassans. Jørgen Niclasen svarar, at ymiskt er frá ári til ár, hvør fíggjartørvurin hjá landinum er. Tað veldst um, hvussu nógv skuld verður afturgoldin. Løgtingskvinnan fekk ikki nakað beinleiðis svar uppá, hvussu landskassin útvegar 150 milliónir krónur, um løgtingið samtykkir at brúka 150 milliónir afturat til Sandoyartunnil í ár. Leiðreglan hevur verið, at landið altíð hevur 15 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni standandi á bók. Tað svarar til okkurt um tvær milli ard ir krónur. Eingin ætlan er um at broyta hetta, svarar landsstýrismaðurin í fíggjarmálum. Sambært tí, sum varð sagt á fundinum, trívast starvsfólk í Heimatænastuni ikki, og røktin er ikki nóg góð. Ov nógv tíð fer við at skráseta arbeiðið, og tey, sum fáa heimarøkt, fáa ikki ta tíð, tey eru visiterað til. Kommunurnar í syðru helvt av Suðuroynni halda seg vera fyri órætti av Almannaráðnum og nokta at rinda lánið fyri ellis og røktarheimið Hamragarð frá fyrsta september at rokna. Orsøkin er, at 1. september setir Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, eina kunngerð í verk, sum ger, at borgarar í norðaru kommunum, sum ikki eiga í, ella hava goldið fyri Hamragarð, fáa somu rættindi til búpláss í heiminum í Vági, sum borgararnir sunnanfyri. Rættarnevndin er ikki liðug við tunnilsmálini enn. Nevndin hevði fund í gjár, men næsti fundur hjá nevndini er ikki ásettur. Hann verður møguliga í hesari vikuni, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, forkvinna í Rættarnevndini. Hon sigur, at álitið hjá nevndini er ikki liðugt. Ymisk viðurskifti eru at kanna, og nevndarlimir skulu eisini tosa við sínar flokkar um tey fimm lógaruppskotini um tunlar, sum nevndin hevur havt til viðgerðar síðani 6.august. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir vil ikki siga so nógv um nevndararbeiðið. Í gjár fekk nevndin nøkur skjøl í trúnaði frá Innlendismálaráðnum, men tað var kortini ikki sáttmálin, sum ráðið og Copenhagen Infrastructure Partners hava gjørt. Talan er um viðmerkingar til málið, sigur forkvinnan í Rættarnevndini. Hon endurtekur, at løgtingið ger lógina, og landsstýrismaðurin eigur sáttmálan. Lógaruppskotið hjá Kára P. Højgaard um privatan Eysturoyartunnil byggir á sáttmálan um tunnilin. Spurd, um Rættarnevndin fer at koma við broytingaruppskotum, sum gera, at landsstýrismaðurin noyðist at fáa sáttmálan broyttan, hevur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir onga viðmerking. Eingin løgtingsfundur er fráboðaður í hesari vikuni. Bíðað verður eftir álitinum frá Rættarnevndini, so onnur viðgerð kann vera. Landsstýrismaðurin hevur sagt, at hann ætlar at skriva undir sáttmálan um Eysturoyartunnilin fyri 1.september, sum er sunnudagin. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, hevur stovnað eitt ráð, sum skal geva landsstýrismanninum og føroyska samráðingartoyminum strategiska ráðgeving, nú samráðingarnar um norðhavssild og makrel eru á skránni. Samráðingarráðið er eitt ráð við royndum og útbúnum fólki, ið hava førleikar innan fyri altjóða samráðingar ella samskifti. Í ráðnum sita Kjartan Hoydal, sum er formaður, Arni Poulsen, næstformaður, Bogi Eliasen, Esther Dahl, Hertha Olsen, Hjalti í Jákupsstovu, Kitty May Ellefsen, Rúna Hjelm og Sonja Jógvansdóttir. Jákup Mørkøre er skrivari. Limirnir í samráðingarráðnum umboða ikki nøkur áhugamál, men eru bara bundin av sannføring síni, skrivar fiskimálaráðið í tíðindaskrivi. Sjáldan í okkara søgu hava so stórar avbjóðingar verið fyri framman, nú tjóðskaparligu áhugamál Føroya skulu røkjast á ein fullgóðan hátt, sigur Jacob Vestergaard, og sipar til komandi samráðingarnar um býtið av norðhavssild og makreli. Hann væntar, at samráðingarráðið fer at hjálpa til at quot lyfta samráðingarnar upp á eitt hægri stig quot eins og tað fer at quot fólksliggera samráðingarnar, nú virði fyri nógvar milliardir krónur hjá Føroya fólki standa upp á spæl, quot sum hann málber seg. Tí fyrireika tey eitt lógaruppskot at leggja fyri løgtingið í heyst, sum heimilar hjúnarlagi millum fólk av sama kyni. Talan verður tó ikki um kirkjuliga vígslu men einans um borgarliga. Tað verður evnið í Kjakinum eftir Dag og Viku í kvøld, har Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna, og Jenis av Rana, løgtingsmaður, verða gestir hjá Boga Godtfred. Regin Jacobsen sigur, at tað er fyrst og fremst starvsfólkunum í fyritøkuni fyri at takka, at tað gongur so væl hjá Bakkafrosti. Harafturat hava lívfrøðilig viðurskiftini verið góð. Bakkafrost hevði 252 milliónir krónur í vinningi eftir skatt fyrra hálvár í ár, 145 milliónir meira enn í fjør. Leiðslan í felagnum var í Oslo í morgun, har úrslitið varð lagt fram. Kærleiki til ríkisfelagsskapin ger, at Danmark av øllum alvi hevur roynt at hjálpt Føroyum móti ES, hóast fiskivinnusamráðingar eru føroyskt málsøki burturav. ES boykottið kemur í gildi á midnátt, og nú er eingin kjansur at steðgi tí, sigur Villy Søvndal, uttanríkisráðharri, sum fer aftur til Danmarkar seinnapartin. Tað er endamálið við gamla bygninginum, har Saltsølan helt til, og sum verður nútímansgjørdur fyri einar 45 miljónir krónur Bygningurin skal nýtast til at hýsa fyritøkur, sum hava eitthvørt við sjógvin at gera, og pláss verður fyri 15 til 20 fyritøkum. Áhugin er longu stórur, sigur Sjúrður Olsen, formaður í vinnunevndini hjá Tórshavnar kommunu. 700 fólk starvast í privatari vinnu, sum heldur til á havnaløgunum í Tórshavnar kommunu. Danska stjórnin er til reiðar at fara uttan um ST og stuðla USA og Bretlandi, um londini fara at fremja hernaðarligar atsóknir at stýrinum hjá Assad, forseta í Sýrialandi sum alt bendir á. Grundlógin sigur eitt, og viðtøkurnar hjá WTO siga eitt annað. Grundlógin er um kongsríkið Danmark, viðtøkurnar hjá WTO eru um tjóðir. Og hvat vigar so meira Tað hevur danska Uttanríkisráðið kannað, og fríggadagin fekk løgmaður løgfrøðiligu niðurstøðuna. Tá Villy Søvndal var í Føroyum fyri knappliga einum ári síðani, segði hann, at málið um føroyskan limaskap í WTO, heimshandilsfelagsskapinum, var í einari góðari tilgongd. Landsstýrið hevur annars hildið fast um, at kommunurnar skulu hava eldraøkið 1. januar. Kommunusamskipan Føroya hevur mótmælt og sagt, at økið er ikki klárt at leggja út. M.a. tí land og kommunur eru ósamd um, hvussu nógvar pengar kommunurnar skulu hava fyri at reka økið. Orsøkin er, at starvsfólkaviðurskifti skulu greiðast, og semja er ikki enn um tann fíggjarliga partin. Áðrenn eldraøkið verður lagt út, skal tað skipast í seks øki. Tað sigur borgarstjórin í Eysturkommunu, Jóhan Christiansen, nú landsstýriskvinnan í almannamálum hevur boðað frá, at eldraøkið ikki verður lagt til kommunurnar 1. januar. Borgarstjórin í Eysturkommunu heldur, at landsstýrið ger trupulleikan størri enn hann er. Og hann heldur tað vera skeivt at skipa landið i í seks øki, áðrenn tað verður lagt til kommunurnar. Tí hetta eiga kommunurnar sjálvar at loysa. Í hesum kjakinum hevur spurnartekin verið sett við, um landið fær nógv mikið burtur úr teimum 12 milliónunum, sum tað brúkar um árið til lesandi utta nfyri Norðanlond, koma tey ikki heim aftur til Føroya eftir loknan lestur. Kanningin vísir, at 27 av teimum spurdu hugsa ofta um at flyta til Føroya, 38 at tey av og á hugsa um at flyta til Føroya, og bert 7 svar, at tey hugsa ongantíð um at flyta til heimlandið. Har kemur fram, at fyrisitingin hjá Kára P. Højgaard, landsstýrismanni, finst hvassliga at tunnilsuppskotinum hjá sínum egna landstýrismanni. Eitt nú verða nýttar vendingar sum quot Mælt verður staðiliga frá quot , quot Púra óhoyrt quot , quot Óforsvarligt quot og quot Neyvan sæð sín líka í nútímans føroyskari lóggávu. quot Halgir Winther Poulsen, advokatur, sum fyrr hevur gjørt viðmerkingar til handfaringina av tunnilsmálinum, er skelkaður av tí, sum nú er komið undan kavi. Atfinningarnar frá løgdeildini í Innlendismálaráðnum áttu at verið lagdar fyri tingið saman við uppskotinum um Eysturoyartunnilin. Ikki minst, tá talan er um so lemjandi atfinningar, sum í hesum førinum, sigur Halgir Winther Poulsen Sáttmálin um Eysturoyartunnilin er so loyniligur, at landsstýrismaðurin hevur ikki lovað sínum embætisfólkum á løgdeildini í Innlendismálaráðnum at síggja og eftirkanna hann. Nella Festirstein, deildarstjóri á løgdeildini í Innlendismálaráðnum, váttar fyri Degi amp Viku, at løgdeildin hevur ikki sæð sáttmálan. Eg kenni bara til uppskotið, sum er farið í tingið, og tað er eftirkannað. Men sjálvur sáttmálin er ikki vorðin eftirkannaður av løgdeildini í Innlendismálaráðnum, sigur Nella Festirstein, sum ikki hevur hug at gera samrøðu við sjónvarpið. Danski uttanríkisráðharrin sigur seg hava gjørt ALT fyri at steðga ES tiltøkunum móti Føroyum, sum koma í gildi um fáar tímar. Villy Søvndal vónar, at altjóða gerðarætturin fer at stuðla føroyingum Tá Villy Søvndal, uttanríkisráðharri, var á vitjan fyrr í vikuni, umrøddu hann og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, eisini málið um gerðarrættinn, sum landsstýrið hevur biðið um at fáa settan at loysa sildatrætuna. Løgmaður setur sítt álit á, at altjóða gerðarætturin fer at døma til fyrimunar fyri Føroyar, og fyri fyrstu ferð heldur Kaj Leo Holm Johannesen, at Føroyar verða tiknar í álvara á altjóða pallinum. Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi er millum teirra, sum fara at leggja uppskotið fram. Jenis av Rana úr Miðflokkinum er ímóti uppskotinum, og Miðflokkurin hevur tryggjað sær, at samgongan fer ikki at taka undir við tí. Fjøllini dansa hava hesa vikuna verið úti við myndatólinum saman við Viviannu Hansen, sum er 18 ár, lesandi og býr í Havn. Tjekka myndirnar, og les, hvat Vivianna sigur um sín klædnastíl. Eg haldi, at mín stílur kanska er eitt bland millum sovorðið eitt sindur gamalsligt og hipster. Eg haldi kortini ikki rættiliga, at mann kann bólka hann sum so. Ja, sjálvandi hevur tað tað Tá eg keypi klæðir ella planleggi, hvat eg skal í, skal tað sjálvandi vera okkurt, sum eg haldi, er pent og er behagiligt at vera í, sum øll onnur fólk eisini gera. Mær dámar væl at keypa klæðir á alnótini til dømis á Asos, Topshop, Sheinside, Forever21, Supreme, Acne og líknandi síðum. Eg keypi eisini í føroyskum handlum sum Gellan, Events og Only. Mær dámar eisini væl inn ímillum at fara í endurnýtsluhandlar. Har finnur mann ofta okkurt bíligt og lekkurt. Eg keypi ikki ofta klæðir bara tá eg føli, at eg mangli okkurt, ella tá okkurt er, sum eg bara MÁ eiga. Í løtuni haldi eg, at tey, sum eg fái mest íblástur frá, eru Cara Delevingne, Lana Del Rey, Audrey Hepburn, James Dean, Miley Cyrus, Rihanna, Kanye West og Beyonc . Handilsforðingarnar hjá ES móti føroyskari norðhavssild og føroyskum makreli eru komnar í gildi. Forboðið fyri innflutningi er eisini galdandi fyri fisk, sum skal gjøgnum ES til Afrika, Eysturevropa og Asia. Nógvur føroyskur uppsjóvarfiskur er til dømis farin til Rotterdam í frystibingjum. Haðani fara bingjurnar við øðrum skipum til eitt nú Nigeria, sum keypir nógvan uppsjóvarfisk úr Føroyum. Longu seinasta fríggjadag setti Norra forboð fyri at landa sild úr føroyskum sjógvi í Norra. Landingarforboð fyri makrel hevur verið í tvey ár. Føroyska sildakvotan í ár er 105.230 tons. Hini londini, Norra, Ísland, ES og Russland, siga, at føroyingar eiga bara 32.000 tons. Føroyska sildaveiðan nærkast nú 50.000 tonsum.Tann 22.august, er seinasta hósdag, vóru fiskað 43.200 tons. Hvussu leingi ES boykottið varar, veit eingin. Føroyar kunnu gera, sum hini londini siga, og ikki fiska meira enn tey siga. Men Føroyar hava, við loyvi frá Danmark, latið altjóða gerðarrætti málið. Nú verður bíðað eftir, at ES tilnevnir sín dómara til gerðarrættin. Í næstu viku, mánadagin og týsdagin, verður fundur í London um, hvussu strandarlondini skulu býta norðhavssildina næsta ár. Fyri tann fundin fer Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, at ráðføra seg við Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum um býtið í 2014. Ráðførslan verður fríggjadagin. Í gjár fór Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, til Danmarkar á ríkisfund við danska forsætisráðharran, Helle Thorning Schmidt, og grønlendsku landsstýrisforkvinnuna, Aleqa Hammond. Á skránni fyri fundin, sum verður í morgin, er millum annað samstarvið í ríkisfelagsskapinum, sildatrætan og handilstiltøkini hjá ES og møguleikarnir hjá føroyskum fyritøkum at sleppa við í danskar vinnuframaskipanir. Í ár verður ríkisfundurin í Ishøj. Í gjár heitti Kommunusamskipan Føroya á landsstýriskvinnuna um at taka kunngerðina aftur, tí kommunur kenna seg missa ræðisrættin yvir røktarheimini og sambýlini. Í tíðindaskrivi sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna við almannamálum, at tað er hennara greiða sannføring, at kunngerðin tryggjar eldru borgarunum í landinum eina betri skipan enn í dag, og tí verður kunngerðin ikki tikin aftur. Kommunur og sjálvsognarstovnar skulu hava í huga, at eldrarøktin er landsuppgáva burturav, og at tað á hvørjum ári vera játtaðar góðar 337 milliónir krónur til eldrarøktina. Tað er sostatt landsmyndugleikin, sum rindar stórt sæð allan raksturin á teimum eldrasambýlum og røktarheimum, sum kommunur og sjálvsognarstovnar, eisini við góðum fíggjarligum stuðli frá landinum, hava latið bygt, sigur Annika Olsen í skrivinum. Hvussu er støðan hjá føroyskum myndugleikum mótvegis partafelagnum, sum fær einkarrættin at gera og eiga Eysturoyartunnilin Eru myndugleikarnir sleptir upp á fjall Hetta eru afturvendandi spurningar og ivamál hjá embætisfólkunum hjá Kára P. Højgaard, landsstýrismanni, sum lósu lógaruppskot hansara um at broyta lógina um einkarrættin til undirsjóvartunnilin undir Skálafjørð og Tangafjørð. Embætisfólkini fingu bara lógarupskotið til eftirkanningar og viðmerkingar, ikki sáttmálan, sum Kári P. Højgaard longu tá hevði gjørt við Copenhagen Infrastruture Partners. Umhvørvisdeildin í Innlendismálaráðnum spyr millum annað, hvørjar skyldur partafelagið hevur at lata føroyskum myndugleikum upplýsingar viðvíkjandi góðkenning og eftirliti. Spurt verður eisini, um partafelagið hevur skyldu at boða føroyskum myndugleikum frá, um felagið heldur sín arbeiðssetning, og um felagið hevur tann fíggjarliga vinning, sum felagið ætlaði sær. Um nú ein triði partur kemur við krøvum móti tunlinum, hevur felagið tá skyldu til at halda landstýrismanninum, tað er landskassanum, leysum av slíkum krøvum spyr Umhvørvisdeildin eisini. Nógvu viðmerkingarnar hjá embætisfólkunum í Innlendismálaráðnum fylla 11 síður. Tær vóru ikki saman við tingmálinum, tá løgtingið fekk tað beint eftir ólavsøku. Og nú hevur nevndin tikið eitt time out, meðan hon skattar dýpið. Næsti fundur hjá nevndini, sum viðger uppskotið hjá Kára P. Højgaard og fýra onnur tunnilsuppskot, er ikki ásettur. Hetta hendir, eftir at Kringvarpið í gjár avdúkaði, at fyrisitingin í Innlendismálaráðnum hevur funnist hvassliga at uppskotinum hjá landsstýrismanninum um Eysturoyartunnilin. Havnar Framburðsfelag, sum er valfelagið hjá Fólkaflokkinum í Suðurstreymi, vil hava tað almenna at gera Skálafjarðartunnilin, og er ímóti, at samgongan gjarar út við 150 miljónum krónur til Sandoyartunnilin fyri at fáa undirtøku fyri privatu verkætlanini um Skálafjarðartunnilin. Hóast niðurstøðan á fundinum var greið, er Jógvan Poulsen, formaður í Havnar Framburðsfelag, ikki heilt álviligur við støðuna, og veit snøgt sagt ikki, hvørja hugsan Fólkaflokkurin hevur til ta ætlan sum liggur á borðinum um tunnilsgerð í Føroyum. Hvussu er støðan hjá føroyskum myndugleikum mótvegis partafelagnum, sum fær einkarrættin at gera og eiga Eysturoyartunnilin Eru myndugleikarnir sleptir upp á fjall Hetta eru afturvendandi spurningar og ivamál hjá embætisfólkunum hjá Kára P. Højgaard, landsstýrismanni, sum lósu lógaruppskot hansara um at broyta lógina um einkarrættin til undirsjóvartunnilin undir Skálafjørð og Tangafjørð. Nógvu viðmerkingarnar frá embæitsfólkunum í Innlendismálaráðnum fylla 11 síður, men tær vórðu ikki lagdar saman við málnum um Eysturoyartunnilin, tá tað varð lagt fyri tingið. Her eru skjølini við samanskrivaðu viðmerkingunum frá deildunum í Innlendismálaráðnum Eftirkanning og viðmerkingar til uppskot letur upp í nýggjum kaga Máti skal vera við, hvørjum Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, skal sleppa avstað við. Løgmaður hevur rættarliga ábyrgd av at hava eftirlit við, at landsstýrismenn fyrisita lógliga. Tað er hansara fremsta uppgáva. Og løgmaður hevur virkið afturvíst at steðga framferðini hjá Kára P Højgaard, landsstýrismanni. Tað sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, eftir at løgmaður fyrrapartin segði í tvarpinum, at hann sigur seg einki kenna til atfinningarsomu viðmerkingarnar móti lógaruppskotinum um Eysturoyartunnilin. Høgni Hoydal sigur, at longu tá hann og Aksel V. Johannesen settu fyrispurning um málið um miðjan juni, helt landsstýrismaðurin upplýsingum frá Landsverki aftur. Hetta vardi løgmaður alment. Undir 1. viðgerð av lógaruppskotinum varð spurt óteljandi ferðir frá tingfólki beinleiðis til løgmann, um allar upplýsingar ikki áttu at koma fram. Hann vísti øllum frá sær, sigur Høgni Hoydal. Fyri fleiri vikum síðani hava framstandandi løgfrøðingar sum Halgir W. Poulsen sagt alment í Kringvarpinum, at tað er ólógligt at senda eitt lógaruppskot niðan uttan allar upplýsingar. Løgmaður hevur onki sagt ella gjørt, sigur formaðurin í Tjóðveldi. Ein loysn skal finnast, og hon skal finnast við samráðingarborðið. Tað hevur verið ynski Danmarkar alla tíðina. Vit vænta, at strandalondini á fundinum í næstu viku finna eina loysn fyri 2014, so ES kann seta boykottið úr gildi aftur, sigur Karen Hækkerup við Politiken í dag. Enn er óvist um sjálvur ES stongsulin verður tikið upp á fundinum í London 2. og 3. september, skrivar Politiken frá fólki, sum stendur ES samráðingarnevndini nær. Fundurin 2. og 3. september er um kvoturnar næsta ár, men ES er til reiðar at kjakast um stongsulin fyri at finna eina loysn, ið tryggjar burðardyggan fiskiskap. Hetta er óheppið. Vit hava gjørt tað vit kunnu fyri at forða boykottinum. Men tað er føroyska fólkið, sum er í stríð við ES. Tað er ikki eitt stríð millum føroyingar og danir. Vit eru komin í hesa støðu, tí vit eru limir í tveimum felagsskapum, ES og ríkisfelagsskapinum, sigur Karen Hækkerup. Tað er lógarbrot, tá Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, ikki beinan vegin gav løgtinginum viðmerkingarnar hjá sínum egnu embætisfólkum um lógaruppskotið um Eysturoyartunnilin. Bjørn á Heygum heldur tað vera ein trupulleika, at tað er politiska skipanin sjálv, sum skal reisa málið, um nakar skal revsast. Tí ivast hann í, um hetta verður til eitt revsimál. Viðgerðin av Skálafjarðartunlinum í rættarnevndini fer at taka ta tíð, sum er neyðug, fyri at lýsa málið til fulnar, og fyri at finna eina breiða semju. Tað sigur Reimund Langgaard, umboð hjá Sambandsflokkinum í rættarnevndini. Hann váttar, at flokkurin hevur biðið um longri tíð til at viðgera málið innanhýsis. Grundgevingin er, at nú skal ikki bert støða takast til Skálafjarðartunnilin, men eisini til Sandoyartunnilin. Og tá verður tosað um miljardir av krónum. Tí krevur viðgerðin longri tíð, sigur Reimund Langgaard. Hann vil ikki gera beinleiðis viðmerkingar til málið í dag, tí viðgerðin í Sambandsflokkinum er ikki liðug. Men hann sigur, at flokkurin miðar eftir at finna eina breiða semju í málinum. Í Fólkaflokkinum er eisini ivi, og óvissan er stór, tí tinglimirnir siga ikki stórvegis um málið. Einasti tinglimurin hjá Fólkaflokkinum, sum hevur tikið støðu, er Bjarni Djurholm. Hann sigur bart út, at uppskotið, sum Kári P. Højgaard, landsstýrismaður hevur lagt fyri tingið, er langt uttan fyri tað, sum er forsvarligt. Tí hevur hann saman við Bárði Nielsen, tinglimi í Sambandsflokkinum, gjørt eitt uppskot um ein almennan Skálafjarðartunnil, sum síðani skal geva so mikið í avkasti, at farast kann undir Sandoyartunnilin. Tað uppskotið er latið løgtingsskrivstovuni til eftirkanningar, og kann leggjast fyri tingið, tá teir ynskja tað. Men tað skal gerast, tá tingið er saman, og eingin tingfundur er lýstur. Uppskotið er eisini latið rættarnevndini, sum viðgerð tunnilsuppskotini. Annars eru tinglimirnir hjá Fólkaflokkinum fáorðaðir, og vilja ikki gera viðmerkingar til tunnilsmálið, tí teir bíða eftir rættarnevndini. Í gjár kom undan kavi í Degi og Viku, at umsitingin hevur nógvar viðmerkingar til uppskotið hjá Kára P. Højgaard. Viðmerkingar sum ikki hava verið frammi fyrr. Tað hevur fingið Kaj Leo Holm Johannesen,løgmann at biðja Innlendismálaráðið um eina frágreiðing. Og fyrr enn tann frágreiðingin er komin, vil Fólkaflokkurin ikki gera viðmerkingar til málið, sigur Jákup Mikkelsen, formaður í tingbólkinum. Løgmansskrivstovan hevur í dag, vísandi til sjónvarpstíðindini tann 27. august, biðið Innlendismálaráðið um eina frágreiðing um innanhýsis viðgerðina viðvíkjandi Eysturoyartunlinum. Innlendismálaráðið hevur í dag svarað Løgmansskrivstovuni soljóðandi ldquo Í sect 2, stykki 3 í løgtingslóg nr. 53 frá 26. mai 2010 um einkarætt til at byggja, reka og fíggja undirsjóvartunnil undir Skálafjørð og Tangafjørð, sum broytt við løgtingslóg nr. 35 frá 6.mai 2011 gevur lógin landsstýrismanninum heimild til at bjóða einkarættin út og gera sáttmála við tann, sum hevur besta boðið. Landsstýrið avgjørdi tíðliga í 2012, at landsstýrismaðurin skuldi nýta sína heimild til at bjóða einkarættin út, og Løgtingið játtaði 6,0 milliónir krónur til arbeiðið. Á hesum støði bleiv einkarætturin boðin út. Uppskot til sáttmála, sum var gjørdur samsvarandi heimildini, varð liðugur, og sum kunnugt var ætlanin tann 27. juni 2013 hjá landsstýrismanninum í innlendismálum at undirskriva sáttmála við Copenhagen Infrastructure Partners CIP , um einkarætt til at fíggja, byggja og reka undirsjóvartunnil. Landsstýrismaðurin hevði frammanundan í tíðindaskrivi tann 19. apríl 2013 boðað frá, at ætlanin var at gera sáttmála áðrenn jóansøku í ár Tá dagurin nærkaðist gjørdu politiski viðurskiftini, at løgmaður tók avgerð um, at málið skuldi leggjast fyri Løgtingið enn eina ferð. Orsakað av at avtalað var millum CIP og landsstýrismannin, at sáttmálin um einkarætt skuldi undirskrivast 27. juni 2013, var CIP ímóti, at málið skuldi í Løgtingið, og vildi hava sáttmálan undirskrivaðan 27. juni 2013. Á fundi millum løgmann landsstýrismannin í innlendismálum og CIP 27. juni varð avtalað, at sum treyt fyri at CIP ikki skuldi taka seg burturúr samráðingunum beinanvegin, skuldi CIP hava 1,0 milliónir krónur, eitt sokallað ldquo break fee , um sáttmálin ikki var undirskrivaður í síðsta lagið 31. august 2013. Aftan á at partarnir vórðu samdir um hesi viðurskifti blivu samráðingar um sáttmálan um einkarætt gjørdar lidnar 27. juni 2013, og í tí sambandinum var semja um tekstin í lógaruppskotinum, ið skuldi leggjast fyri Løgtingið. Løgdeildin, Kommunudeildin og Deildin fyri náttúruvernd og umhvørvi fingu áheitan um at gera viðmerkingar til lógaruppskotið. Tann 4. juli 2013 lat Løgdeildin frá sær upprit í málinum við viðmerkingum frá øllum deildunum, og har tikið verður saman um. Orsakað av, at lógaruppskotið var úrslit av samráðingum, sum blivu aftaná, at tað gjørdist greitt, at málið skuldi aftur í Løgtingið, var avmarkað, hvussu nógvar viðmerkingar Innlendismálaráðið kundi taka til eftirtektar. Samráðingarnar vóru lidnar. Harafturat kundi Innlendismálaráðið somuleiðis staðfesta, at tað í sáttmálanum um einkarætt var lagt upp fyri nógvum av viðmerkingunum, sum deildirnar høvdu. Lógaruppskotið varð latið Løgtinginum 25. juli 2013. Orsøkin til at viðmerkingarnar frá deildunum ikki vórðu lagdar við lógaruppskotinum til Løgtingið var, at tær vóru ikki skrivaðar við tí fyri eyga, men sum partur av innanhýsis málsviðgerðini í Innlendismálaráðnum. Løgtingið er í hesum máli í somu støðu sum Innlendismálaráðið, tí lógaruppskotið byggir á ein sáttmála við CIP, quot stendur í frágreiðingini frá Innlendismálaráðnum til Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann. Fyri tann fundin fer Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, at ráðføra seg við Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum um býtið í 2014. Ráðførslan verður fríggjadagin. Jacob Vestergaard sigur, at tilfarið, sum føroysku samráðingarfólkini fara at leggja fram í London mánadagin, verður almannakunngjørt tá. Við hesum tilfari sigur Fiskimálaráðið seg prógva, at Føroyar eiga nógv størri sildakvotu enn hini londini siga. Danmark er við í boykottinum hjá ES móti Føroyum. Tað noyðist Danmark, tí Danmark er limur í ES. Rættarnevndin hjá løgtinginum viðger ikki uppskotið um Skálafjarðartunnilin, so leingi sum Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður samskiftir við Kára P. Højgaard, landsstýrismann um málið. Nú er komið undan kavi, at umsitingin í landsstýrisnum hevur skrivað 11 síður av atfinningum ímóti uppskotinum. Atfinningarnar og spurningarnir vórðu ikki latin løgtinginum, og heldur ikki løgd fyri landsstýrið, tá uppskotið varð umrøtt á landsstýrisfundi. Landsstýrismaðurin hevur svarað, men so leingi sum samskifti er ímillum løgmann og landsstýrismannin, fer rættarnevndin ikki at viðgera tey fimm uppskotini um tunlar, sigur forkvinnan í rættarnevndini, Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir. Tað hevur alstóran týdning, at málið um at gera Skálafjarðartunnilin ikki verður slept. Men nú so nógvur ivi nú er sáddur um ætlanina, er neyðugt at samgongan setur seg saman, fyri at finna fram til bestu loysnina. Atfinningarnar og spurningarnir hjá embætisfólkunum í Innlendismálaráðnum eru ógrundað, tí flestu ivamálini verða loyst í sáttmálanum við Copenhagen Infrastructure Partners. Tað sigur landsstýrismaðurin í innlendismálum, Kári P Højgaard, eftir at tað er komið undan kavi, at tríggir deildarstjórar í Innlendismálaráðnum hava reist eina ørgrynnu av ivaspurningum um lógaruppskotið um Eysturoyartunnilin. Hetta eru atfinningar, sum vóru skrivaðar tann 4. juli, men sum hvørki almenningur ella løgtingslimir hava fingið innlit í fyrr enn í gjár. Tá vit síggja alt rumblið, sum hevur staðist av hesum uppskotinum, so áttu vit helst at havt latið løgtinginum viðmerkingarnar frá deildarstjórunum í Innlendismálaráðnum. Hann vísir á, at samráðingarnar við Copenhagen Infrastructure Partners vóru lidnar, tá embætisfolkini skrivaðu viðmerkingarnar, og tí hevði verið avmarkað, hvørjar broytingar kundu verið gjørdar i uppskotinum. At deildirnar i ráðnum verða bidnar um at gera viðmerkingar til lógaruppskot, er ein partur av málsviðgerðini, sigur Rúni Joensen. Uppíleggingin hjá løgmanni ger, at landskassin sunnudagin noyðist at gjalda Copenhagen Infrastructure Partners eina millión krónur, tí sáttmálin millum felagið og Innlendismálaráðið ikki verður undirskrivaður fyri 1. september. Var løgmaður ikki komin upp í málið og kravt tað fyri løgtingið, varð sáttmálin undirskrivaður 27. juni, og landskassin hevði spart eina millión. Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, boðaði tann 19.apríl frá, at ætlanin var at gera sáttmála um Eysturoyartunnilin fyri jóansøku í ár. Fjølmiðlar fingu frænir av, hvat var á vási, og so kom øði í grindina. Tá 27. juni nærkaðist, avgjørdi løgmaður, at málið skuldi leggjast fyri løgtingið enn eina ferð, segði Innlendismálaráðið í gjár. Copenhagen Infrastructure Partners vildi ikki, at málið skuldi í løgtingið, og vildi hava sáttmálan undirskrivaðan 27. juni. Á fundi millum løgmann og landsstýrismannin í innlendismálum og Copenhagen Infrastructure Partners tann 27. juni varð avtalað, at sum treyt fyri, at Copenhagen Infrastructure Partners ikki skuldi taka seg burtur úr samráðingunum alt fyri eitt, skuldi Copenhagen Infrastructure Partners hava eina milliónir krónur í endurgjaldi, um sáttmálin ikki er undirskrivaður í seinasta lagi 31. august, tað er leygardagin. Tað verður hann ikki, tí løgtingið verður ikki liðugt við lógarbroytingina tá. Sum skilst hevur løgmaður biðið Rættarnevndina bíða. Í gjár segði forkvinnan í nevndini við Útvarpið, at nevndin ger einki við tunnilsmálini, fyrr enn løgmaður og landsstýrismaðurin eru lidnir við samskiftið teirra millum, sum byrjaði í gjáramorgunin. Sáttmálin hjá Copenhagen Infrastructure Partners og Innlendismálaráðnum er annars klárur at skriva undir. Samráðingarnar um hann vórðu gjørdar lidnar 27. juni. Tá vórðu løgmaður, landsstýrismaðurin og Copenhagen Infrastructure Partners eisini samd um tekstin í lógaruppskotinum, sum skuldi leggjast fyri løgtingið. Hann heldur tað vera skeivt av landsstýrinum at fara aftur í løgtingið at biðja um nýggja heimild at samráðast og skriva undir sáttmála við eitt felag um at gera Eysturoyartunnilin. Um øll ES londini gerast felagslimur í WTO sum ES, og ikki longur vera limur í egnum navni, kunnu Føroyar fáa egnan limaskap. Men skulu Føroyar annars hava limaskap í WTO, skal danska grundlógin broytast fyrst. Limaskapurin hjá kongsríkinum Danmark í WTO, heimshandilsfelagsskapinum, umfatar eisini Føroyar. Sambært grundlógini umboðar danska stjórnin ríkið í millumtjóða samskiftum. Í einum uppriti, sum Løgmansskrivstovan fekk frá danska Uttanríkisráðnum fríggjadagin, viðger ráðið møguleikan fyri sjálvstøðugum føroyskum limaskapi í WTO. Har stendur, at landsstýrið sambært lógini um uttanríkispolitiskar heimildir í ávísum førum kann umboða danska ríkið í millumtjóða samskiftum, men tá er bara talan um samskifti, sum bara viðkoma Føroyum og ikki øllum ríkinum, tað eru málsøki, sum heimastýrið hevur yvirtikið. Samanumtikið kunnu Danmark og Føroyar ikki bæði vera sjálvstøðugir limir í WTO, siga løgfrøðingarnir hjá danska Uttanríkisráðnum. Føroyar kunnu ikki gera eina millumtjóða avtalu, sum eisini eru galdandi fyri Danmark. Men Danmark er í ES. Og skuldi tað hent eina ferð í framtíðini, at limalondini í ES ikki longur í egnum navni, men í felags limaskapi hjá ES eru limur í WTO, gerst støðan hjá Føroyum ein onnur. Vilja bæði Føroyar og Grønland tá gerast limir í WTO, mugu londini vera samd um, hvussu tey brúka heimildirnar at søkja um limaskap. Tað er annar møguleikin, tann, sum byggir á grundlógina. Men so er spurningurin, um WTO sáttmálin loyvir føroyskum limaskapi. Nei, er svarið hjá Uttanríkisráðnum, tí Føroyar hava ikki yvirtikið øll handilspolitisk málsøki. 17 prosent av makrelstovninum, sum varð máldur í summar, eru í føroyskum sjógvi. Talan er um 17 prosent av 8,8 milliónum tonsum, hálv onnur millión tons. Stovnurin er nógv størri nú enn í fjør, tá hann var 5,1 milliónir tons. Sambært FiskeribladetFiskaren eru 17 prosent í føroyskum sjógvi, samanborið við 15 prosent í fjør, 17 prosent í íslendskum sjógvi, har vóru 30 prosent í fjør, og í norskum sjógvi eru 45 prosent. Har vóru 40 prosent í fjør. Bara 3,7 prosent av makrelinum vóru í ES sjógvi, men har var ikki farið so víða um, tí ES vil ikki vera við í kanningunum hjá hinum strandarlondunum. Eitt føroyskt, eitt íslendskt og tvey norsk skip kannaðu makrel og sild í juli. ICES fer nú at viðgera niðurstøðurnar og gera tilmæli um, hvussu nógv er ráðiligt fiskifrøðiliga at fiska næsta ár. Tað gongur betur hjá fyritøkuni millum annað sæst tað í framleiðsluni hjá tí eina undirfelagnum, ið bara er tvær krónur aftan fyri Bakkafrost í inntøku fyri hvørt kilo. 29 fakfeløg ganga nú saman við politisku ungmannafeløgunum hjá Tjóðveldi, Javnaðarflokkinum og Framsókn um mótimælistiltakinum á Vaglinum leygardagin kl. 14. Fólkaræðið stendur fyri falli, og hetta kunna vit sum borgarar ikki góðtaka. Vit stúra vit fyri framtíðini hjá Føroyum, siga feløgini. Hoyr samrøðu við Leiv Persson, formann í Búskapar og Løgfrøðingafelagnum, sum er eitt av feløgunum, ið skipar fyri mótmælisfundinum. Pedagogfelagið og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið eru farinundir samráðingarnar um nýggjar sáttmálar fyri teir, sum fara úr gildi tann 1.oktober. Partarnir løgdu fram síni krøv á fundinum í Fíggjarmálaráðnum í gjár. Sambært heimasíðuni hjá pedagogfelagnum verða krøvini ikki almannakunngjørd. Men Maud Wang Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum, hevur fyrr sagt, at felagið leggur dent á løn og trivnað. Felagið vil eisini hava fólkafráflytingina steðgaða. Størsti vandabólkurin har er júst kjarnin í limaskaranum hjá Pedagogfelagnum, sigur forkvinnan. Hesa ferð verður øll nevndin í felagnum ikki við á hvørjum samráðingarfundi. Í staðin fyri er settur ein samráðingarbólkur. Í honum eru Maud Wang Hansen, forkvinna, Jógvan Philbrow, næstformaður og Páll Nielsen, advokatur. Tá Pedagogfelagið segði sáttmálarnar upp, boðaði felagið Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum og Lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum frá, at felagið hesa ferð ætlar at samráðast við partarnar hvør sær, tí sáttmálaøkini eru so ymisk. Men kommunurnar og landið svaraðu, at tey samráðast saman. Pedagogfelagið hevur tveir sáttmálar og eina avtalu við tað almenna, ein sáttmála við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið um pedagogarnar og ein um pedagogisku hjálparfólkini og eina avtalu við Fíggjarmálaráðið um tænastumannasettu pedagogarnar. Smápartafelagið 1.oktober 1997 hjá Gunnari Skúvadal, journalisti í Vestmanna, eigur og rekur nú Vágaportalin. Men Ólavur í Beiti í Sørvági, sum stovnaði Vágaportalin og átti hann, heldur fram sum ábyrgdarblaðstjóri. Tað sigur Bogi Simonsen, sølumaður hjá North Pelagic í Klaksvík, sum hevði okkurt um 100 keyparar í ES til á midnátt týskvøldið, tá ES stongdi síni mørk fyri føroyingum. Mánadagin 2. september ber til at skriva seg á bíðilista til ein leigubústað. Við uppskrivingini verður tú samstundis limur í Bústøðum, Føroya bústaðafelagi. Næstu fýra til sjey árini fara Bústaðir at byggja 100 leigubústaðir um árið. Bíðilistin er eitt týðandi amboð, sum bæði gevur borgarunum atgongd til at fáa ein leigubústað og samstundis gevur Bústøðum vitan um, hvussu nógvum bústøðum tørvur er á, hvar í landinum tørvurin er og hvørja stødd á bústaði, fólk ynskja, siga Bústaðir í tíðindaskrivi. Allar umsóknir, ið koma inn í tíðarskeiðnum frá 2. til 30. september, verða skipaðar tilvildarliga við lutakasti á ein bíðilista, so tað verða ikki starvsfólkini á Bústøðum, ið avgera, hvat nummar umsøkjararnir hava á bíðilistanum. Tað ræður tí ikki um at verða fyrstur at lata umsóknina inn, men heldur verða umsóknirnar javnsettar fyrstu tíðina við lutakastinum. Men umsóknir, ið koma inn eftir 30. september 2013, fara aftast á bíðilistan, siga Bústaðir í tíðindaskrivinum. Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur boðið heilsufrøðiliga myndugleikanum í Russlandi, Rosselkhoznadzor, á eftirlitisvitjan í heyst, í sambandi við at nøkur matvøruvirki og verksmiðjuskip vilja sleppa á Russlands listan. Treytin fyri at sleppa á Russlands listan er, at umboð fyri teirra tollsamgongu ið umfatar Russland, Kazakstan og Hvítarussland skulu góðkenna hesi matvøruvirki og verksmiðjuskip, og tað verður gjørt á tann hátt, at Rosselkhoznadzor sjálvur kemur á eftirlitsvitjan. Eitt av virkjunum, sum sambært heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, vil sleppa á Russlands listan, er virkið hjá Bakkafrosti í Kollafirði. Virkið í Kollafirði var á listanum, men varð strikað. Undan russisku vitjanini verður Heilsufrøðiliga starvsstovan í skrivi frá Rosselkhoznadzor biðin um at upplýsa ymisk viðurskifti um starvsstovuna, soleiðis at eftirlitisfólkini kunnu fyrireika seg til vitjanina. Tí munur er á, hvat Russland krevur ,og hvat ES krevur av Heilsufrøðiligu starvsstovuni og av virkjunum. Tað verður neyvan fyrr enn fyrst í næstu viku, at løgmaður fer at avgera, hvat skal henda við landsstýrismanninum í innlendismálum í sambandi við tunnilsmálið. Løgmaður bað í gjár Kára P Højgaard og Innlendismálaráðið um eina frágreiðing, eftir at Kringvarpið avdúkaði, at fleiri atfinningar og viðmerkingar hjá embætisfólkum í Innlendismálaráðnum eru hildnar aftur fyri løgtinginum, tá uppskotið um Eysturoyartunnilin varð latið tinginum. Løgmaður fekk frágreiðingina frá landsstýrismanninum og Innlendismálaráðnum í gjár, og nú skulu embætisfólk á Løgmansskrivstovuni meta um hana. At enda var trýstið á Kára P. Højgaard, landsstýrismann, so stórt, at landsstýrismaðurin lovaði privata felagnum at síggja lógaruppskotið um Skálafjarðartunnil, áðrenn tað varð lagt fyri løgtingið. Svarini til hvøssu atfinningarnar frá Løgdeildini í Innlendismálaráðnum um Skálafjarðartunnilin, eru í loyniliga sáttmálanum við Copenhagen Infrastructure Partners. Lokalu upptøkunevndirnar fyri røktarheimini og sambýlini verða sunnudagin lagdar saman í seks økisnevndir. Men lokala upptøkunevndin á Eiði hon verður sitandi. Borgarstjórin noktar at fylgja harraboðunum úr landsstýrinum. Árligi ríkisfundurin millum Danmark, Føroyar og Grønland var í ár hildin í Danmark. Fundurin byrjaði í summarhúsinum hjá danska forsætisráðharranum Helle Thorning Schmidt. Sunnudagin skal danska felagið Copenhagen Infrastructure Partners hava eina millión krónur frá landsstýrinum sum endurgjald fyri, at sáttmálin um Eysturoyartunnilin ikki var undirskrivaður fyri 1. september. Og landsstýrið hevur heimild at lata hesar pengarnar, sigur løgmaður. Pengarnir verða tiknir av teimum seks milliónunum, sum Innlendismálaráðið hevur fingið játtaðar til at samráðast um sáttmála til tunnilin. Men landskassin fær pengarnar aftur. Sambært lógaruppskotinum hjá Innlendismálaráðnum liggur tann treyt við einkarrættinum, at felagið, sum fær einkarrættin, rindar landsstýrismanninum tað, sum hann brúkti til at fyrireika og gera sáttmálan um einkarrættin. Gjaldið er í mesta lagi 15 milliónir krónur Men tað skal ikki gjaldast, fyrr enn Eysturoyartunnilin er tikin í brúk. Í fíggjarlógini fyri 2013 eru seks milliónir krónur settar av til at fyrireika Eysturoyartunnilin, og ætlanin er eisini at játta seks milliónir næsta ár. Heldur ikki í egnum flokki hevur landsstýrismaðurin í innlendismálum undirtøku fyri mannagongdini í málinum um Eysturoyartunnilin. Streymoyar Sjálvstýrisfelag kolldømir ikki uppskotið hjá formanni floksins um privatu loysnina. Men felagið undrast á, at løgtingið viðger eitt lógaruppskot, sum so nógv óvissa og ivamál eru um. Tinglimurin hjá Sjálvstýrisflokkinum, Jógvan Skorheim, segði við Útvarpið í gjár, at hann stuðlar Kára P. Højgaard. Hann dugir ikki at síggja nakra aðra loysn enn at lata privat gera Eysturoyartunnilin. Gott vetrarveður, færri skaðar, fleiri bilar og fleiri viðskiftafólk gjørdu, at fyrra hálvárið hjá Trygd var betri enn fyrra hálvárið í fjør. Trygd væntar ikki, at seinna hálvár verður eins gott og tað fyrra. Tað er vorðið bíligari at tryggja, og veðrið kann ikki væntast at verða eins gott í heyst sum farna vetur. Tí væntar Trygd, at ársúrslitið fyri 2013 verður 10 12 milliónir krónur Eginognin hjá Trygd var tann 30.juni í ár knappliga 100 milliónir krónur, 98,8 milliónir fyri at vera heilt neyv. Tvey prosent av marknaðinum hjá teimum, sum selja gerandisvørur í Føroyum, eru flutt frá Á og Samkeypi til SMS, nú SMS hevur keypt ein Inn handil. Kappingareftirlitið hevur góðkent, at partafelagið SMS keypir smápartafelagið Inn frá smápartafelagnum Hald. Inn rekur handil við gerandisvørum við Norðskála. Kappingareftirlitið heldur ikki, at yvirtøkan fer at hindra kappingini millum matvøruhandlarnar. Sambært Kappingareftirlitinum hevur SMS nú 32 prosent av marknaðinum og handlarnir hjá Á og Samkeypi hava 43 prosent. Keypssamtøkan hevur 20 prosent. Norska makrelkvotan verður ikki hækkað í ár, hóast nógvur makrelur er í norskum sjógvi. Norska fiskimálaráðið hevur nú avgjørt ikki at hækka kvotuna. Kanningar í summar vístu, at meira makrelur er til, enn hildið varð, tá kvotan varð ásett í fjør. Norra er bundið av avtalu við ES um støddina á makrelkvotum, men norski fiskimálaráðharrin útilokaði tó ikki fyrr í hesum mánaðinum, at norska kvotan kundi hækka. Men nú siga norskir reiðarar seg hava at fingið at vita frá Fiskimálaráðnum, at kvotan hækkar ikki. Norðmenn fara nú í holt við makrelin. Reiðarar vænta sær eina góða vertíð í ár. Tey skiftu orð um politisku støðuna, sum er íkomin av málinum um Eysturoyartunnilin, í útvarpsstovuni í gjárkvøldið. Vertur var Óluva Zachariasen Eldramálið hevur fingið nýtt navn, og eitur nú Tign. Felagið hevur til endamáls at vera málgagn hjá teimum, ið tørva heimarøkt, røktarheim ella sambýli. Tíðliga í summar skrivaði felagið út navnakapping, og Josefina Smith, ættað av Tvøroyri, búsitandi í Korsør á Sælandi, vann navnakappingina. Josefina Smith eigur tvey av teimum sjey hugskotinum, ið vórðu send inn til navna og búmerkjakappingina, og uppskotið Tign vann frama. Landsverk, Almannamálaráðið og byggifelagið Kanjon fara í næstu viku at tosa um tær 28 vardu íbúðirnar, sum skulu byggjast í Runavík og Klaksvík. Sambært lægstu tilboðunum upp á arbeiðini kosta íbúðirnar næstan 20 prosent meira enn Landsverk metti. Munurin millum metingarnar og lægstu tilboðini, sum Kanjon hevur, er 5,5 milliónir krónur Og teir pengarnir eru ikki til sum er. Mikael Viderø, leiðari á Byggideildini hjá Landsverki, sigur, at Landsverk fer at tosa við Almannamálaráðið og Kanjon um byggikostnaðin. Kanjon, sum hevur lægstu tilboðini, hevur vunnið sær rætt til at samráðast um arbeiðini. Fyri fyrstu ferð hevur Betri Pensjón, pensjóns og lívstryggingarfelagið hjá Tryggingarfelagnum Føroyum, havt yvirskot. Vinningurin fyrra hálvárið í ár er 1,8 milliónir krónur eftir skatt. Betri Pensjón varð stovnað í februar í 2007, og hevur havt hall øll árini til nú. Betri Pensjón er í TF Holding samtakinum, sum kunngjørdi hálvársroknskapin í dag. Avlopið í samtakinum er 88 milliónir eftir skatt, tað var 95 milliónir í fjør. Umframt Betri Pensjón eru millum annað Tryggingarfelagið Føroyar og 70 prosent av Eik Banka í TF Holding. TF Holding væntar, at úrslitið fyri alt 2013 hjá samtakinum verður millum 90 og 130 milliónir krónur eftir skatt. Ísland vil ikki hava føroysk skip til Íslands við makreli og sild, fyri at sleppa undan at skula taka støðu til boykott móti Føroyum. Men føroyska Fiskimálaráðið hevur ikki noktað føroyskum skipum at landa í Íslandi. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sigur, at føroyingar í fjør fingu eina ábending, ella eitt hint fyri at brúka hansara egna orð. Sambært hesum er Grønland einasta Norðurlandið, sum ikki noktar føroyskum skipum at koma við makreli og sild. Føroysk skip hava tó ikki fyri neyðini at fara til Íslands við makreli og sild, tí tey sleppa av við fiskin í Føroyum. Og harafturat skal landskassin hava tvær krónur fyri kilo, sum verður landað uttanlands. Tá Torbjørn Jacobsen saman við 24 øðrum tingfólkum atkvøddu fyri privatu tunnilsloysnini um Tangafjørð í 2010, var tað tí, at eingir møguleikar vóru fyri, at tað almenna fór at gera tunnilin. Tunnilsmálið verður nú lagt fyri samgonguna. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, hevur boðað samgongufund seinnapartin mánadagin klokkan hálvgum tvey. Elsebeth M. Gunnleygsdóttir, forkvinna í rættarnevndini, hevur sagt, at boðað verður ikki til fund, fyrr enn løgmaður og Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, eru lidnir at samskifta í málinum. Tað segði hon, tá løgmaður fyrr í vikuni bað landsstýrismannin um eina frágreiðing í tunnilsmálinum, eftir at tað var komið undan kavi, at viðmerkingar frá embtisfólkum í Innlendismálaráðnum ikki vórðu lagdar við, tá uppskotið varð lagt fyri tingið Gesturin í Vangamyndini í Degi og Viku í kvøld er Leivur Persson, formaður í Búskapar og løgfrøðingafelagnum. Hann verður teirra millum, sum skulu halda røðu á mótmælistiltakinum, sum skipað verður fyri á Vaglinum seinnapartin í morgin. Búskapar og løgfrøðingafelagið plagar ikki at vera í fremstu røð, tá mótmælast skal, men nú hevur felagið fingið nóg mikið, og finst hvassliga at landsins stýri fyri ikki at lurta eftir teimum ráðum og upplýsingum, ið embætisfólk sum serfrøðingar leggja fyri politikararnar at taka støðu út frá. Men hvør er støðan hjá embætisfólki, sum bæði skulu hava ein sjálvstøðugan leiklut í almennu fyrisitingini og vera loyal yvir fyri tí politikara, sum hevur valdið og skal taka avgerðirnar Einans seks tinglimir kunnu í dag við vissu siga, at teir taka undir við privatu tunnilsloysnini hjá Kára P. Højgaard, landsstýrismanni. Tað vísir eitt spurnarumfar í tinginum, sum Sosialurin hevur gjørt. 14 siga kortanei til loysnina hjá Kára P. Højgaard um at lata einum privatum felag einkarrættin at byggja, eiga og reka Eysturoyartunnilin. 13 hava enn ikki tikið støðu. Tey seks, ið siga seg heilt vist kunna taka undir við uppskotinum hjá landsstýrismanninum við innlendismálaráðnum, eru øll samgongulimir og búgva við Skálafjørðin ella í Norðuoyggjum. Tey eru Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur úr Fólkaflokkinum, Jógvan Skorheim úr Sjálvstýrisflokkinum, Bill Justinussen úr Miðflokkinum og sambands tingmenninir Alfred Olsen, Reimund Langaard og Helgi Abrahamsen. Mest eyðsýndu nøvnini millum tey, ið siga nei til privatu tunnilsloysnina hjá Kára P. Højgaard, landsstýrismanni, eru samgongu felagarnir hjá Kára P. Højgaard, Bjarni Djurholm úr Fólkaflokkinum, Bárður Nielsen úr Sambandsflokkinum og Jenis av Rana úr Miðflokkinum. Eisini er áhugavert, at fleiri samgongulimir úr Eysturoynni og Norðoyggjum ikki hava tikið støðu enn í tunnilsmálinum, eitt nú fólkaflokstingmenninir Rodmund Nielsen, sum býr á Glyvrum, Jógvan á Lakjuni úr Fuglafirði og Joen Magnus Rasmussen úr Lorvík. Felagið, sum eigur Dimmalætting er í vanda, men sjálvt blaðið fer ikki at doyggja. Tað væntar nevndarformaðurin í spf. Dimmalætting, sum í fjør hevði ovurstórt hall. Orsøkin til stóra hallið er vánaliga gongdin, sigur Eyðfinn Reyðberg. Eginognin er horvin, og er enntá negativ við nærum fimm milliónum krónum. Sostatt er skuldin slakar fimm milliónir størri enn ognirnar hjá Dimmalætting. Tá ið landsstýrið avgjørdi at leggja heimildina hjá landsstýrismanninum í Innlendismálum fyri Løgtingið aftur, fór alt málið av kós. Aðalstjórin í Innlendismálaráðnum, Rúni Joensen, og Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, høvdu longu gjørt eina avtalu við Copenhagen Infrastructure Partners. Tá ið málið skuldi fyri aftur í Løgtinginum, herdust krøvini frá CIP og harafturat noyddust aðalstjórin og landsstýrismaðurin at biðja um viðmerkingar frá hinum starvsfólkunum í Innlendismálaráðnum. Viðmerkingarnar úr Innlendismálaráðnum og fyri ein part úr Løgtinginum vóru nógvar og atfinnandi. Men Aðalstjórin og Landsstýrismaðurin høvdu bara eitt svar quot Sáttmálin tekur hædd fyri atfinningunum. quot Vit hoyra framhalssøguna Omma, rópar Fróði. Gudrun Mebs skrivaði og Bjørg Matras Jensen týddi til føroyskt. Hjálmar Dam lesur og Finnur Hansen setti saman. Hilda og Fríðunn Mortensen byrja. Klokkan 14 leygardagin varð skipað fyri mótmælistiltaki á Vaglinum í Havn. Stigtakarar til mótmælistiltakið vóru 32 fakfeløg á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Feløgini heittu á fólk at møta til mótmælistiltakið, tí politiska støðan í løtuni er ørkymlandi, og fólkaræðið stendur fyri falli, sum feløgini orðaðu seg undan tiltakinum. Leygardagin høvdu 32 fakfeløg á arbeiðsmarknaðinum í Føroyum tikið stig til mótmælistiltak í Havn, tí feløgini halda, at politiska støðan er ørkymlandi, og tí fólkaræðið stendur fyri falli. Eisini uttanlands varð skipað fyri mótmælistiltøkum millum annað í Aarhus í Danmark, haðani kvf.fo hevur fingið hesar myndirnar sendandi frá mótmælistiltakinum, sum varð hildið. Í dag hoyra vit 1.part av søguni Mio mín Mio. Astrid Lindgren skrivaði. Elin Súsanna Jacobsen týddi til føroyskt. Margreta Næss lesur. Forlagið Dropin gav út í 1985 Ein dómstólur í Hannover hevur gjørt av, at fyrrverandi forsetin í landinum, Christian Wulff, skal fyri rættin. Hann er ákærdur fyri svik, skriva týskir miðlar. Statsákærin í Hannover skuldsetti í apríl fyrrverandi forsetan fyri svik, og dómstólurin hevur nú gjørt av at viðgera málið. Ákærumyndugleikin helt tá, at Christian Wulff, í síni tíð sum forsætisráðharri í Niedersachsen fekk fyrimunir av vinarlagnum við ríkmannin, David Groenewold, umframt at hann fekk húsalán við serliga góðum treytum. Groenewold bjóðaði millum annað fyrrverandi forsetanum ferðir, sum hann rindaði fyri. Í apríl havnaðu teir báðir einum tilboði frá statsákæranum um semju. Hetta er fyrstu ferð, at ein fyrrverandi týskur forseti er ákærdur fyri svik. Tá Wulff í vár legði frá sær sum forseti, tók fyrrverandi eysturtýski presturin, Joachim Gauck, við forsetaembætinum. Færri hjúnarskilnaðir hava verið seinastu fýra árini, eftir at talið av hjúnarskilnaðum gjørdi eitt risalop uppeftir frá 2009 til 2010. Samstundis at giftast fleiri. Í 2011 vóru 206 vígslur í Føroyum. Av hesum vóru 144 kirkjuligar og 62 borgarligar. Sama ár vóru 87 hjúnaskilnaðir samanborið við 92 í 2010. Í 2012 vóru tilsamans 237 vígslur, 170 kirkjuligar og 67 borgarligar. Talið á hjúnaskilnaðum var í fjør 78, ella níggju færri enn árið fyri. Partafelagið Líraberg, sum fyrst í mai stevndi Fiskimálaráðnum eftir endurgjaldi fyri mista inntøku av makrelfiskiskapinum í fjør, hevur fingið svar frá Fiskimálaráðnum, men felagið góðtekur ikki svarið, og tí endar málið í rættinum. Í svarinum til partafelagið Líraberg sigur Fiskimálaráðið, at kunngerðin um at skipa fiskiskapin eftir makreli í fjør var lóglig, og tí krevur Fiskimálaráðið frídøming. Partafelagið Líraberg góðtekur ikki svarið, og vil hava rættin at døma í málinum. Partafelagið Líraberg hevur stevnt eftir 750.000 krónur í endurgjaldi fyri bátin og teir tríggjar menninar, sum eru við bátinum. Felagið krevur, at Fiskimálaráðið verður dømt at viðganga, at tað var skeivt, at samtakið Sjófeli ikki fekk lut í makrelfiskiskapinum í fjør. Tað vóru 108 útróðrarbátar í samtakinum Sjófeli, sum ikki fekk atgongd til makrelveiðuna í fjør, tí sambært uppgerðini hjá Fiskiveiðueftirlitinum fiskaði tann bólkurin ongan makrel, hóast teir halda seg eiga rætt til sín part av tilfeinginum. Treytirnar, sum útróðrarflotin fekk í fjør, vóru so vánaligar, at flotin ikki fiskaði ein stert av makreli. Og fyri í ár er støðan einki øðrvísi. Útróðrarbátarnir fingu onga makrelkvotu í ár heldur, hóast teir halda seg hava rætt til sín part. Tað var ongantíð ætlanin, at løgtingið skuldi viðgera sáttmálan, sum Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, hevur gjørt við danska felagið, Copenhagen Infrastructure Partners. Løgtingið hevur givið landsstýrismanninum heimild at samráðast við privat feløg um sáttmálan, og tað hevur landsstýrismaðurin hildið seg til. Tað sigur Bill Justinussen, tingmaður hjá Miðflokkinum, sum ætlar sær at atkvøða fyri sáttmálanum, um uppskotið kemur aftur úr rættarnevndini. Kári P. Højgaard, landsstýrismaður sigur við Dimmalætting um vikuskiftið, at hann angrar, at hann ikki skrivaði undir sáttmálan seinast í juni sum ætlað. Løgmaður hevur kallað samgonguna til fundar í morgin um tunnilsætlanina. Gásadalur er vestasta bygd í Vágum. Hon lá leingi uttan fast samband við umheimin. Gangast kundi upp um fjøll ella siglast til og úr bygdini, men lendingaviðurskiftini vóru trupul. John Joensen í Gásadali sigur frá umstøðunum og greiðir frá søgum og staðarnøvnum fram við landinum norð á Víkar. Norðantil á oynni eru Víkar og Viðvík. Eitt skifti búðu fólk á Víkum. Viðvík beint eystanfyri var sera gott rekapláss. Tunnilsmálið skal aftur á beint, og greiða skal fáast á, um meiriluti er í tinginum fyri at gera Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin. Fleiri uppskot eru í løgtinginum um tunlar, men sum er, er ikki meiriluti fyri nøkrum av teimum, staðfestir løgmaður. Hann vónar at finna ein loysn, sum allir flokkar á tingi kunnu eiga part í. Nógva rokið, sum hevur verið um handfaringina av málinum um Skálafjarðartunnilin, úrslitaði leygardagin í mótmælistiltøkum ikki bara á Vaglinum, har millum 1000 og 2000 fólk vóru møtt upp, men eisini í Keypmannahavn, rhus, Lund, M nchen, Reykjavík, Rio de Janero og aðrastaðni. Føroyskir útisetar kring allan heim hava nevniliga fylgt við á politiska pallinum seinastu vikurnar, og hava tey umvegis Facebook samskipað mótmælistiltøk, sum vóru samstundis sum tiltakið á Vaglinum leygardagin. Ikki yvirraskandi hevði tiltakið í Keypmannahavn flest luttakandi, og mett varð, at eini 200 fólk komu at mótmæla leygardagin í Kvarterhuset. Afturat røðum og framførslum frá eitt nú Eivør og Anniku Hoydal kundu luttakararnir eisini nýta høvið at senda postkort til løgmann og siga sína hugsan um støðuna. Fleiri enn 100 luttakarar skrivaðu persónlig kort til Kaj Leo Holm Johannesen við mótmælum, og hesi eru nú á veg til Føroya við postinum. Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard, sum er lesandi í Keypmannahavn, var ein av stigtakarunum til tiltakið, og hon frøðist um stóru undirtøkuna Tá ein hugsar um, at har einans vóru tveir dagar at fáa tiltakið stáplað uppá beinini, so var úrslitið eminent. Stuðulstiltakið varð hildið í Kvarterhuset, ið hevði eina rættuliga høga tímaleigu, so tað var eitt sats, tá eg bookaði tað, at har vildu koma nóg nógv fólk, ið vildu leggja eina gullmynt í hattin. Og tað gjørdu tað so nógv at hølini gjørdust ov trong, og nógv stóðu uttanfyri. Mótmælið har heima og uttanlanda er eitt prógv um, at føroyingar gjarna vilja møtast og kjakast um Føroya framtíð, og hvat tað er, vit skilja við fólkaræði og rættarsamfelag. Vónin er, at mótmælið ikki steðgar við mótmælinum á Vaglinum leygardagin. Nú er bólturin á bananum, so mugu leikarirnir koma á banan, ljóðar tað frá Ragnhild úr Keypmannahavn. Loftið er vorðið so óruddiligt og skitið, at Jensina Og Snúti, mugu vaska, so tað verður inniverandi aftur. Men, hvat fyri tonleikur riggar til upprudding Maðurin varð slongdur okkurt um 20 metrar eftir bryggjuni. Kanningar á sjúkrahúsinum á Tvøroyri staðfestu, at maðurin einki brot hevur fingið, men hann hevur heilaskjálvta. Maðurin verður fluttur á Landssjúkrahúsið í dag til fleiri kanningar. Fyrra royndin hjá Green Karmøy at leggja at lukkaðist heldur ikki væl. Skipið er stórt og tómt og nakað av vindi var. Skipið kom skeivt at bryggjuni og bar við Varðan Pelagic, har sum nakrar klædningsplátur fingu skaða. Jacob Vestergaard vónar, at Føroyar hesa ferð sleppa at leggja fram vísindaligu prógvini fyri, at Føroyar eiga rætt til størri kvotu, enn hini londini siga. Fundurin í London í dag og í morgin er tann fyrsti hjá nýggja føroyska samráðingarleiðaranum og nýggja samráðingartoyminum, sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum setti herfyri. Herluf Sigvaldsson er samráðingarleiðari. Fundur um sildina verður aftur 14. til 18.oktober, og tá liggur tilráðingin hjá ICES, altjóða havgranskingarstovninum, fyri 2014 á borðinum. Leygardagin og sunnudagin verður fundur í Reykjavík um makrel. Uttanlandsnevndin vil hava løgmann í samráð um loftrúmið og ES boykottið. Nevndin hevur sent Kaj Leo Holm Johannesen tveir spurningar. Løgmaður er biðin um at greiða nevndini frá, hvussu gongst við at yvirtaka loftrúmið yvir Føroyum, nú ES hevur boðað frá, at eitt felags ES loftrúm skal skipast. Og løgmaður er biðin um at greiða nevndini frá, hvørjar ætlanir og fyrireikingar landsstýrið hevur gjørt fyri at byrgja upp fyri avleiðingunum, nú ES hevur sett Føroyum handilsforðingar. Ikki er avgjørt, nær samráðið verður. Á midnátt varð givið leyst at fiska av felagskvotuni av makreli, og umleið 11.500 tons eru eftir at fiska, upplýsir Fiskimálaráðið. Í kunngerðini um makrelfiskiskapin stendur, at um makrelur er eftir á felagskvotuni 1. september, sleppa øll skip framat at fiska kvotuna, sama hvussu hámarkið hevur verið. Tað merkir, at avmarkingar millum skipabólkarnar og hámarkið fyri einstøku skipini, sum fiska av felagskvotu eftir makreli, nú eru burtur. Fiskifør, sum hava fingið útskrivað fiskiloyvi til at fiska av felagskvotu eftir makreli, nýtast tó ikki at fáa nýtt fiskiloyvi útskrivað. Útskrivaða fiskiloyvið til makrel gevur frá 2. september rætt til at fiska makrel av eini felagskvotu upp á 61.500 tons, tó so, at tað, sum til og við 1. september er fiskað av felagskvotunum, verður roknað frá. Fiskiskapurin av felagskvotuni eftir makreli verður steðgaður, tá felagskvotan upp á 61.500 tons er uppfiskað. Sambært upplýsingum frá Fiskiveiðieftirlitinum vórðu góð 50.000 tons veidd av felagskvotuni tann 30. august. Sostatt eru góð 11.500 tons eftir. Fyrivarni skal takast fyri, at tølini broytast dagliga. Broytingin hevur ikki týdning fyri skip, sum hava fiskiloyvi til at fiska makrel av eginkvotu, tað eru nótaskipini. Boðini standa á heimasíðuni hjá Fiskimálaráðnum, fmr.fo. Prísir galdandi fyri keyp av tilfari til privat brúk Prísir galdandi fyri tey, sum sjálvi hava verið partur í eini sending ella í einum broti tað verið seg privatpersónar og teirra næstu avvarandi, fyritøkur ella stovnar , og prísir fyri undirvísingarstovnar fólkaskúli, framhaldsdeild, miðnámsskúlar og lesandi Brot, partar, sendingar styttri enn 30 min. 200 krónur Brot, partar, sendingar longri enn 30 min. upp til 60 min. 350 krónur Brot, partar, sendingar longri enn 60 min. upp til 90 min. 500 krónur Gev gætur Viðvíkjandi nýtslutreytum verður víst til 34 og 12 í lóg um upphavsrætt.Tað merkir serliga, at upptøkurnar kunnu bert nýtast til ikki vinnulig, innanhýsis, privat endamál. Prísir galdandi fyri stovnar og fyritøkur Prísir galdandi fyri stovnar og fyritøkur, sum IKKI sjálvi hava verið partur av eini sending ella einum broti, sum biðið verður um Brot, partar, sendingar styttri enn 30 min. 400 krónur Brot, partar, sendingar longri enn 30 min. upp til 60 min. 650 krónur Brot, partar, sendingar longri enn 60 min. upp til 90 min. 850 krónur Fyri hvørjar 60 minuttir eyka ella fyri hvørt serskilt brot ella sending í somu røð eyka verða lagdar 250 krónur aftrat. Prísirnir eru við MVG. Gev gætur Viðvíkjandi nýtslutreytum verður víst til 12 í lóg um upphavsrætt. Tað merkir serliga, at upptøkurnar kunnu bert nýtast til ikki vinnulig, privat endamál. Prísir fyri útvarpstilfar til handilsligt og annað alment brúk Tá útvarpstilfar verður keypt at brúka til handilsligt endamál, til almenna framførslu til dømis á framsýningum, til brúk á internetinum, til goldið skeiðs , undirvísingar ella kunningarbrúk osfr., eru serligir prísir galdandi, sum kunnu vera ymiskir, alt eftir samanhanginum. Fyrivarni verður tikið fyri eykakostnaði fyri gjald til rættindahavarar. Gev gætur Ikki alt útvarpstilfar kann seljast til vinnuligt ella alment endamál. Víst verður til 1og 2 í lóg um upphavsrætt.Tað merkir serliga, at ein fortreyt fyri vinnuligari ella almennari nýtslu er, at tey, sum hava rættindi til tilfarið, skulu geva sítt samtykki. Tí kann eykakostnaður fyri gjald til rættindahavarar koma afturat. Rættindahavarar eru vanliga tey, sum hava gjørt og framleitt tilfarið, men kann eisini vera Kringvarp Føroya sjálvt, um Kringvarpið við avtalu hevur yvirtikið rættindini. Tað áleggur tygum at tryggja, at tygum hava fingið øll neyðug rættindi til vega. Samband Setið tygum vinarliga í samband við útvarpssavnsvørð Barbaru Ólavsdóttir á teldupostinum of.fvk ob við fyrispurningum um møguleikar, prísir og treytir fyri sølu av útvarpssendingum og brotum til aðra nýtslu enn privat. Prísir galdandi fyri keyp av tilfari til privat brúk Prísir galdandi fyri tey, sum sjálvi hava verið partur í eini sending ella í einum broti tað verið seg privatpersónar og ella teirra næstu avvarandi, fyritøkur ella stovnar , umframt prísur fyri undirvísingarstovnar fólkaskúli, framhaldsdeild, miðnámsskúlar og lesandi Brot, partar, sendingar styttri enn 30 min. 250 krónur Brot, partar, sendingar longri enn 30 min. upp til 60 min. 450 krónur Brot, partar, sendingar longri enn 60 min. upp til 90 min. 550 krónur Fyri hvørjar 90 minuttir eyka ella fyri hvørt serskilt brot ella sending í somu røð eyka verða lagdar 250 krónur aftrat. Prísirnir eru við MVG. Gev gætur Viðvíkjandi nýtslutreytum verður víst til 34 og 12 í lóg um upphavsrætt.Tað merkir serliga, at upptøkurnar kunnu bert nýtast til ikki vinnulig, innanhysis, privat endamál. Prísir galdandi fyri stovnar og fyritøkur Prísir galdandi fyri onnur, herundir stovnar og fyritøkur, sum IKKI sjálvi hava verið partur av eini sending ella einum broti, sum biðið verður um Brot, partar, sendingar styttri enn 30 min. 500 krónur Brot, partar, sendingar longri enn 30 min. upp til 60 min. 750 krónur Brot, partar, sendingar longri enn 60 min. upp til 90 min. 900 kr Gev gætur Fyrivarni verður tikið fyri eykakostnaði fyri gjald til rættindahavarar. Fyri hvørjar 90 minuttir eyka ella fyri hvørt serskilt brot ella sending í somu røð eyka verða lagdar 350 krónur aftrat. Prísirnir eru við MVG. Gev gætur Viðvíkjandi nýtslutreytum verður víst til 12 í lóg um upphavsrætt.Tað merkir serliga, at upptøkurnar kunnu bert nýtast til ikki vinnulig, privat endamál. Prísir fyri sjónvarpstilfar til handilsligt og annað alment brúk Prísurin fyri brúk av savnstilfari til handilsligar framleiðslur, verður settur alt eftir, hvørjar treytir liggja til grund herundir rættindi. Prísirnir eru eisini bundnir at, hvørjum miðlapallum, framleiðslan skal vísast, og í hvørjum landafrøðiligum økjum, tilfarið skal vísast. Prísurin fyri brúk til almenna framførslu, til dømis á framsýningum, til brúk á internetinum, til goldið skeiðs , undirvísingar ella kunningarbrúk osfr., eru serligir prísir galdandi, sum kunnu vera ymiskir, alt eftir samanhanginum. Setið tygum vinarliga í samband við sjónvarpssavnsvørð Jónu Dalsgarð við at senda teldupost til of.fvk dj við fyrispurningum um prísir og treytir fyri sølu av sjónvarpssendingum og brotum til annað brúk enn privat. Sum útgangsstøði er tó prísurin fyri eitthvørt sjónvarpsbrot upp til 60 sekund fyrstu ferð 3.000 krónur Eftirfylgjandi ferðir 500 krónur hvørja ferð. Skal brotið brúkast til at vísa í biografum, til DVD útgávur ella á heimasíðum, eru serligar reglur galdandi, sum til ber at fáa kunning um við at seta seg í samband við sjónvarpssavnið. Prísirnir eru uttan MVG og galdandi fyri sýningar í Føroyum og í øðrum Norðanlondum. Haraftrat kunnu koma tøkniligar útreiðslur fyri 300 krónur um tíman. Møgulig triðjamansrættindi skal keyparin sjálvur syrgja fyri at veita og avrokna við rætta viðkomandi. Gev gætur Ikki alt sjónvarpstilfar kann seljast til vinnuligt ella alment endamál. Víst verður til 1og 2 í lóg um upphavsrætt.Tað merkir serliga, at ein fortreyt fyri vinnuligari ella almennari nýtslu er, at tey, sum hava rættindi til tilfarið, skulu geva sítt samtykki. Tí kann eykakostnaður fyri gjald til rættindahavarar koma afturat. Rættindahavarar eru vanliga tey, sum hava gjørt og framleitt tilfarið, men kann eisini vera Kringvarp Føroya sjálvt, um kringvarpið við avtalu hevur yvirtikið rættindini. Eftirlitið hjá TAKS er komið eftir, at 14 hýruvognsførarar, frá 2009 til 2010, ikki hava ført nøktandi roknskap sambært skattalógini. Tað vísir ein fyribils kanning. Hýruvognsførararnir hava tilsamans givið 1,9 millión krónur ov lítið upp til skattingar. TAKS hevur gjørt eina avtalu við hýruvognsførararnar um at rinda pengarnar aftur. Síðani eftirlitini vórðu gjørd, hava fleiri hýruvognsførarar sjálvbodnir rættað sín roknskap og sjálvuppgávu fyri 2011 og 2012. Fyri nøkrum árum síðani setti TAKS sjóneykuna á koyrilærararnar, og nú standa hýruvognsførarar fyri tørni. Fyribils úrslitini av eftirlitsarbeiðinum vísa, at neyðugt er við fleiri eftirlitum, tí óskil var í roknskapinum hjá at kalla øllum teimum kannaðu hýrivognsførarunum. Við at hyggja nærri at bæði sjálvuppgávunum og roknskapunum hjá hýruvognsførarunum, kundi eftirlitið hjá TAKS staðfesta, at ov lítið er givið upp. TAKS heldur fram at kanna hesa vinnu. Havsbrún verður nú skuldsett fyri at undirbjóða á marknaðinum fyri fiskamjøl í ES. Stjórin á danska uppsjóvarvirkinum, TripleNine, sigur við heimasíðuna FiskerForum, at føroyska fiskamjølið ger, at prísurin í Evropa lækkar tíggju prosent. Sambært FiskerForum hevur Havsbrún avgjørt at útflyta mjøl í staðin fyri at brúka tað til alifóður í Føroyum. Odd Eliasen, stjóri á Havsbrún, sigur við Útvarpið, at Havsbrún fær nógvan undanskurð av sild og makreli. Hesi fiskasløgini verða ikki brúkt til alifóður, men til mjøl og lýsi, sum verður útflutt. Havsbrún selur fyri marknaðarprís í Evropa, sigur Odd Eliasen. Stjórin á Havsbrún vil ikki upplýsa prísin, sum Havsbrún selur fyri. Tað er ein avtala millum seljara og keypara ikki at upplýsa prísin, sigur Odd Eliasen. Handilsforðingarnar hjá ES móti Føroyum umfata ikki mjøl og lýsi úr norðhavssild og makreli. Løgtingsskrivstovan hevur biðið løgmann um alt fyri eitt at svara nøkrum spurningum frá Høgna Hoydali, løgtingsmanni. Freistin hjá løgmanni at svara var úti hósdagin, og fríggjadagin rykti Løgtingsskrivstovan eftir svarinum. Høgni Hoydal setti tann 16.august løgmanni skrivligan fyrispurning um fyrisitingina hjá Kára P. Højgaard, landsstýrismanni, í tunnilsmálinum. Høgni Hoydal spyr um endurgjaldið upp á eina millión krónur, sum Innlendismálaráðið skal gjalda, nú sáttmálin um Eysturoyartunnilin ikki varð undirskrivaður fyri 1.september. Rættarnevndin, sum hevur málið, hevur sambært tingskipanini freist til 6.september at skriva álit, tí fyrsta viðgerð í tinginum var 6.august. Fyri at sleppa undan endurgjaldinum skuldi løgtingið víkja frá vanligu viðgerðartíðini, sigur Høgni Hoydal. Hann spyr eisini um upplýsingarnar, sum tingið ikki fekk við lógaruppskotinum, ella sum verða afturhildnar. At enda spyr Høgni Hoydal, um løgmaður ætlar at loysa Kára P. Højgaard úr starvi og reisa revsimál móti honum sambært lógini um ábyrgd landsstýrismanna. Verksmiðju og fyrstiskipini, Norðborg, Christian í Grótinum, Akraberg og Anita hava nú eisini fingið loyvi at selja fisk og framleiða fiskaúrdráttir til vjetnamska marknaðin. Vjetnamski heilsufrøðiligi myndugleikin, Nafi qad, hevur góðkent tey fýra skipini. Síðani august 2010 eru tilsamans 24 føroysk fiskavirki og skip góðkend at framleiða til vjetnamska marknaðin. Sambært Heilsufrøðiligu starvsstovuni veksur talið á heilsuváttanum til Vjetnam og til Kina støðugt. Í Íslandi eru sjey skip og virki góðkend at flyta fisk, skeljadjór og vørur av hesum inn á vjetnamska marknaðin. Løgmaður ætlar sær nú at kanna, hvussu stór vælvildin er í samgonguni at byggja ein Skálafjarðartunnil. Tað er endamálið við samgongufundinum, sum hann hevur boðað til klokkan hálvgum tvey í Tinganesi. Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at hann hevur eitt ítøkiligt uppskot um, hvussu samgongan kann fara víðari í tunnilsmálinum, og tað uppskotið fer hann at leggja fyri samgongulimirnar. Hvat stendur í uppskotinum, vil hann ikki avdúka enn. Útmeldingarnar í samgonguni eru, at nógv taka undir við at byggja Skálafjarðartunnilin. Eg ætli mær at vita, hvussu verulig hendan vælvildin er, ella um tað bara snýr seg um paradu uppskot, sigur løgmaður. Spurningurin er so, um kortini í sjálvum landsstýrinum skulu blandast umaftur um rumblið um sáttmálan við Copenhagen Infrastructure Partners og lógaruppskotið um Skálafjarðartunnilin skuluhava avleiðingar fyri Kára P. Højgaard, landsstýrismann. Avleiðingar á tann hátt, at hann verður loystur úr starvi. Løgmaður bað í vikuni um eina frágreiðing frá landsstýrismanninum, eftir at Kringvarpið í síðstu viku avdúkaði nøkur skjøl, har embætisfólk í Innlendismálaráðnum settu stórt spurnartekn við fleiri viðurskifti í lógaruppskotinum um tunnilin. Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at hann tekur onga avgerð viðvíkjandi landsstýrismanninum fyrr enn hann hevur lisið ta frágreiðingina. Kári P Højgaard, landsstýrismaður, segði við Kringvarpið fyri løtu síðani, at frágreiðingin er á veg. Løgmaður fær hana væntandi í morgin, sigur hann. Tyngdarpunktið hjá norðhavssildastovninum um summarið hevur flutt seg suðureftir og vestureftir frá 1995 til 2013, og hevur tey seinastu árini verið í altjóða sjógvi rættiliga tætt við føroyskan sjógv. Norðhavssildin er nú í føroyskum sjógvi tað mesta av árinum, frá apríl mai til november desember Fyrr var hon bara her frá mai til juli, í tríggjar mánaðir. Og parturin av sildastovninum, sum er í føroyskum sjógvi, hevur verið vaksandi seinnu árini. Nógv meira norðhavssild er í føroyskum sjógvi nú enn árini frammanundan. Føroysku samráðingarfólkini hava frágreiðingina við sær á fundin hjá strandarlondunum í London. Og frágreiðingin varð eisini almannakunngjørd fyrrapartin. Frágreiðingin byggir á søguna hjá sildastovninum og kanningar hjá Havstovuni seinastu nógvu árini. Frá 2004 til 2013 hava í miðal 17 av biomassanum verið í føroyskum sjógvi í mai. Um várið seinastu trý árini hava okkurt um 20 av stovninum verið í føroyskum sjógvi. Í juli vóru 9,9 í 2009 og 32,7 av sildini í 2013 og í miðal 24 í miðal um árið síðani 2009. Sambært býtinum, sum Føroyar ikki longur góðtaka, eigur ES 6,51 prosent av kvotuni. Føroyar eiga 5,16 prosent. Fiskimálaráðið vísir á, at veiðan eftir norðhavssild tekur dik á seg í september og kemur í hæddina í oktober. Hetta er beinleiðis fiskiskapur eftir feitari norðhavssild í føroyskum sjógvi. Fiskiskapur, sum í mestan mun fyrr var í norskum sjógvi. Hesin heystfiskiskapur vísir heilt greitt, at heilt nógv er til av norðhavssild í føroyskum sjógvi um heystið, hóast ongar vísindaligar kanningar eru gjørdar í hesum tíðarskeiði. Samstundis sum løgmaður fer at kanna embætisførsluna hjá landsstýrismanninum í innlendismálum, fer løgmansstjórin at kanna embætisførsluna hjá embætisfólkunum í Innlendismálaráðnum. Vit gjøgnumganga so málið, og løgmaður fer at gera sína meting. Men vit á Løgmansskrivstovuni fara eisini at gera eina meting av, um nakað er at finnast at løgfrøðiliga í embætisførsluni hjá embætisfólkunum, sigur Marjun Hanusardóttir, í stuttari viðmerking. Tað sigur havnarmeistarin, Jallgrímur Vestergaard, eftir at frystiskipið, Green Karmøy, í gjárkvøldið bar við virkið hjá Varðanum Pelagic, og ein maður, sum skuldi seta fast, fekk ein trossa, sum slitnaði, um beinini. Tá teir vóru farnir undir at fáa skipið til bryggju, kom eitt æl, og vindurin vaks nógv. Tí kláraði loðsbáturin Merkur ikki at snara skipinum. Green Karmøy er 110 metrar langt og 10 metrar breitt. Størri skip enn tað hava lagt at á Tvøroyri, og tí metti roynda manningin á Merkur ikki, at nakrir trupulleikar vóru, sigur havnarmeistarin. Politiska støðan og orrustan um Eysturoyartunnilin, avdúkar, at føroyingar standa sera spjaddir politiskt, og tað ger, at løgtingið hevur iltvið at taka avgerðir. Mótimælini seinastu dagarnar vísa, at mong hava mist álit á politisku skipanina, og tað er ein trupulleiki fyri fólkaræðið. Sum landsstýrið hevur handfarið fleiri mál seinastu tíðina, kemur tað ikki óvart á stjórnmálarfrøðingin. Hetta stendur í persónligari umbøn til Hondbóltssamband Føroya frá donsku venjara legenduni. Og tað er ikki eiti á rósandi orð, Ulrik Wilbek hevur at bera føroyska hondbólts stjørnuskotinum. quot Johan er i øjeblikket ubetinget den bedste højre fløj i Danmar p rgang 94 95, quot stendur í brævinum frá Ulrik Wilbek til Hondboltssambandið. Jóhan á Plógv Hansen kann vera tøkur á danska landsliðnum um hálvtannað ár, til EM í 2014. Tá eru tað trý ár, síðan hann spældi seinasta landsdystin fyri Føroyar. Harvið er altjóða leikbannið av. Og Jóhan á Plógv Hansen vil sjálvur gjarna sleppa at umboða Danmark, sum er ein av heimsins bestu hondbóltstjóðum. Hoyr samrøðuna við Jóhan á Plógv Hansen, sum var í tíðindunum. Sum fyrsta stig fara formenninir í samgonguflokkunum saman við landsstýrismanninum í innlendismálum at viðgera støðuna og leggja til rættis eina tilgongd, ið kann bera á mál. Í viðgerðini verður eisini lagt upp fyri tí tilgongd, ið ein politiskur bólkur við samgongu og andstøðulimum, er í gongd við viðvíkjandi Suðurleiðini. Við í viðgerðini vera embætisfólk umboðandi Landsverk, Innlendismálaráðið, Vinnumálaráðið, Fíggjarmálaráðið og Løgmansskrivstovuna. Uppskot til loysn verður eftir ætlan klárt um tvær vikur, verður sagt í tíðindaskrivinum. Hóast landsstyrissamgongan i dag gjørdi av at fara undir nyggjan leist i tunnilsmalinum, veit Kari P. Højgaard, landsstyrismaður, ikki, um hansara uppskot um privatan tunnil framvegis verður partur av viðgerðini. Landsstýriskvinnan í almannamálum, Annika Olsen, og umboð fyri Kommunusamskipanina og Kommunufelagið umrøddu i dag kunngerðina um røktarheim og eldrasambýli, sum kom í gildi í gjár, 1. september. Kommunurnar vilja ikki fylgja kunngerðini, um ikki ávísar tillagingar verða gjørdar. Men kunngerðin er framvegis í gildi, og partarnir gera í felag tillagingar í henni. Dánjal á Neystabø er føddur og uppvaksin í Havn. Hann er professionellur tónleikari, sangari og sangaskrivari og varð á Danish Music Awards í fjør tilnevndur í ikki færri enn seks kategorium. Um 14 dagar skal samgongan hava funnið eina loysn á tunnilsmálinum. Tað var niðurstøðan eftir samgongufundin seinnapartin í gjár. Løgmaður bíðar eftir einari frágreiðing, áðrenn hann tekur støðu til, um Kári P. Højgaard, sleppur at halda fram sum landsstýrismaður í Innlendismálum. Men í einum svari í dag til fyrispurning frá Høgna Hoydal, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, at hann hevur ongar ætlanir um at koyra landsstýrismannin frá. Tað fer at kosta millum 5.000 og 8.000 krónur um mánaðin at leiga íbúð frá Bústøðum, ið fara at byggja leiguíbúðir í Klaksvík. Ætlandi skulu tær 30 íbúðirnar vera lidnar um tvey ár. 19 ára gamla Saga Kapna hevði verk við bæði á Várframsýningini og á Ólavsøkuframsýningini í ár. Í løtuni gongur hon í 1. HF í Danmark og teknar og málar nógv afturat skúlanum. Eg máli og tekni næstan bara portrettmyndir. Tað havi eg altíð gjørt, tí kenslurnar í einum andliti broytast fulkomiliga, tá ein leggur afturat tekur frá tí minstu strikuna, og tað haldi eg vera øgiliga spennandi. Í løtuni royni eg at skapa myndir við einum motivi, sum kontrasterar ímóti sínari bakgrund. Um tað so er millum tað lidna og ólidna ella millum realismu og stíliseraðum grafikki. Uppá ein máta at blanda dimensjónirnar, so eitt motiv ikki er í sínum vanliga umhvørvi , sjálvt um motivið enn er í focus. Samstundis royni eg meg fram, so kanska eg tekni okkurt heilt annað í næstu viku. Hvør veit. Tað er spennandi at byrja í skúla, halda Sirið og Lóa. Tær fara ein túr framvið, at hyggja hvussu skúlin sær út, og síggja okkurt óhugnaligt. Tað vísa yvirlitistrolingarnar hjá Havstovuni í summar, sambært Jákupi Reinert, fiskifrøðingi og leiðara fyri botnfiskadeildini á Havstovuni. Men toskurin og hýsan er framvegis illa fyri. Landsstýrismálanevndin avgjørdi í gjár at kanna, hví Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, ikki gav tingmonnunum, Akseli V. Johannesen og Høgna Hoydal, tøl hjá Landsverki, tá teir í juni spurdu hann um Eysturoyartunnilin. Landsstýrismaðurin fær nú tvær vikur at koma við sínum viðmerkingum um tað. Samstundis avgjørdi nevndin í gjár, at skrivarin skal kanna, um nevndin kann viðgera onnur ivamál um tunnilsmálið, hóast málið ikki enn er avgreitt í løgtinginum. Skrivarin skal eisini kanna, um Landsstýrismálanevndin skal kanna lutin hjá løgmanni, tí hann millum annað visti, at Copenhagen Infrastructure Partners skuldi fáa eina millión frá Innlendismálaráðnum, um sáttmálin teirra millum um Eysturoyartunnilin ikki var undirskrivaður fyri 1.september. Løgmaður hevur eftirlit við landsstýrisfólkunum. Nevndin ætlar sær at kanna, um nøkur heimild var at lata hesa milliónina úr landskassanum. Sirið Stenberg, forkvinna í Landsstýrismálanevndini, sigur, at á fundinum í gjár kom fram, at nevndin eina ferð hevur tikið eitt mál til viðgerðar, hóast tað ikki var avgreitt í tinginum. Hetta verður kannað nú. Og er eitt fordømi, kann hugsast, at Landsstýrismálanevndin tekur allar spurningarnar viðvíkjandi tunnilsmálinum til viðgerðar, hóast tingið ikki er liðugt við málið enn. Landið hevur fyrstu átta mánaðirnar í ár fingið nærum somu skattainntøku sum sama tíðarskeið í fjør. Tað vísir ein skattauppgerð hjá TAKS. Landið hevur higartil í ár fingið 814 milliónir krónur inn í skatti, og sammett við í fjør er talan um eina evarska lítla minking, 0,1 prosent. Kommunurnar hava higartil fingið minni inn í skatti fyrstu átta mánaðirnar í ár enn í fjør. Tær hava higartil í ár fingið 933 milliónir krónur inn í skatti, og hetta eru 11 milliónir krónur færri enn sama tíðarskeið í fjør. Afturgongdin 1,2 prosent. Millum størru kommunurnar hava Klaksvíkar kommuna, Tvøroyrar kommuna og Vága kommuna framgongd, meðan eitt nú Runavíkar kommuna og Tórshavnar kommuna hava fingið minni inn í skatti fyrstu átta mánaðirnar í ár sammett við í fjør. Fyrstu átta mánaðirnar eru slakar 152 milliónir krónur komnar inn í eftirlønarskatti og 26 milliónir í kirkjuskatti. Eftirlønarskatturin er væl hægri enn sama tíðarskeið í fjør, slakar 17 milliónir krónur meira. Eftirlønir, ið verða fluttar uttanlands, vórðu ikki skattaðar fyrra hálvár í fjør, og tí er neyðugt at taka fyrivarni við samanberingargrundarlagnum, tá ið tað snýr seg um eftirlønirnar, sigur Taks. Løgmaður ætlar ikki at koyra Kára P. Højgaard frá sum landsstýrismann í innlendismálum. Tað er greitt, nú løgmaður í morgun hevur svarað einum fyrispurningi frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni. Høgni Hoydal spurdi millum annað Ætlar løgmaður at loysa landsstýrismannin úr starvi og reisa eitt revsimál sambært lóg um ábyrgd landsstýrismanna Svarið hjá Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, er stutt og greitt quot Nei quot . Og tað vil so siga, at Kári P Højgaard sleppur at halda fram í starvinum sum landsstýrismaður. Løgmaður bað í farnu viku landsstýrismannin um eina frágreiðing. Hetta hendi eftir at Kringvarpið legði fram nøkur skjøl, har embætisfólk í Innlendismálaráðnum settu stór spurnartekn við lógaruppskotið um Eysturoyartunnilin skjøl, sum ikki komu í tingið saman við lógaruppskotinum, og sum almenningurin heldur ikki fekk innlit í. Frágreiðingin skuldi vera liðug í dag. Løgmaður hevur sagt, at hann fór at taka støðu til landsstýrissessin hjá Kára P Højgaard, tá hann hevði fingið frágreiðingina. Men nú hevur løgmaður eftir øllum at døma tikið støðu Kári P Højgaard verður verandi í landsstýrissessinum, sæst av svarinum til Høgna Hoydal í morgun. Øll strandarlondini eiga saman við Føroyum at semjast um eitt felags vísindaligt støði undir einari semju um nýtt sildabýti. Tað var boðskapurin hjá føroyska samráðingarleiðaranum, Herlufi Sigvaldsson, á fundinum hjá strandarlondunum í London um norðhavssild. Harafturat legði føroyska samráðingarnevndin fram tilfarið, sum skal prógva føroyska kravið um størri lut í heildarkvotuni. Føroyar halda fast um, at føroyski parturin er størri enn 5,16 prosent. Herluf Sigvaldsson sigur við Útvarpið, at higartil er hann nøgdur við fundin í London. Fundurin heldur fram klokkan hálvgum ellivu, tí í løtuni hava havlívfrøðingarnir úr øllum strandarlondunum fund. Herluf Sigvaldsson fanst í fráboðan sínari eisini at ES, sum hevur sett Føroyum handilsforðingar. Strandarlondini hava fund aftur um norðhavssild í oktober, svartkjaftur og sild eru á skránni 14. til 18.oktober. Fyri fyrst hevur nevndin avgjørt at spyrja Kára P. Højgaard, landsstýrismann, hví løgtingið ikki fekk tøl hjá Landsverki um Eysturoyartunnilin. Sum støðan er nú, er als ikki vist, at málið yvirhøvur verður avgreitt í løgtinginum. Men tað eigur ikki at forða fyri, at Landsstýrismálanevndin viðger tað, heldur Sirið Stenberg, forkvinna í Landsstýrismálanevndini. Landsstýrismaðurin í Innlendismálum, Kári P. Højgaard hevur verið nógv umrøddur, eftir at Kringvarpið í síðstu viku avdúkaði, at fyrisitingin hjá landsstýrismanninum í viðmerkingum finst hvassliga at lógaruppskotinum, sum skal tryggja landsstýrismanninum heimild at skriva undir sáttmála við privata felagið Copenhagen Infrastructure Partners um Skálafjarðartunnilin. Ikki fyrr enn Kringvarpið síðsta týskvøld kundi borðreiða við hesum atfinningum frá fyrisitingini hjá landsstýrismanninum sjálvum, fekk løgtingið rættarnevndarlimir undantiknir innlit í viðmerkingarnar. Tað eru ymisk tekin, sum koma frá løgmanni um sessin hjá landsstýrismanninum í innlendismálum. Í morgun svaraði løgmaður einum skrivligum fyrispurning frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni. Hann spurdi millum annað Ætlar løgmaður at loysa landsstýrismannin úr starvi og reisa eitt revsimál sambært lóg um ábyrgd landsstýrismanna Svarið hjá Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, er stutt og greitt quot Nei quot . Og tað skuldi so á vanligum føroyskum merkt, at hann ætlar ikki at loysa Kára P Højgaard úr starvinum. Tað vil siga, at hann sleppur at halda fram sum landsstýrismaður. Men nakrar tímar seinni, beint fyri middag, sigur løgmaður við Kringvarpið, at hann hevur ikki tikið endaliga støðu til sessin hjá Kára P Højgaard. Hann bíðar eftir eini frágreiðing úr Innlendismálaráðnum, og tá hann hevur fingið hana, tekur hann støðu í málinum. Løgmaður bað í farnu viku landsstýrismannin um eina frágreiðing, eftir at Kringvarpið legði fram nøkur skjøl, har embætisfólk í Innlendismálaráðnum settu stór spurnartekn við lógaruppskotið um Eysturoyartunnilin. Skjøl, sum ikki komu í tingið saman við lógaruppskotinum, og sum almenningurin heldur ikki fekk innlit í, fyrr enn eftir at Kringvarpið hevði almannakunngjørt tey. Frágreiðingin skuldi vera liðug í dag. Høgni Hoydal spurdi eisini løgmann, um hann helt, at Kári P Højgaard hevði fyrisitið lógliga, og um hann helt tað vera í samsvari við lógina um ábyrgd landsstýrismanna, at hann leggur lógaruppskot fyri tingið, har allar upplýsingar ikki eru lagdar við, og har upplýsingar verða afturhildnar, tá tingið viðger málið. Løgmaður svarar, at hann gongur út frá, at landsstýrismaðurin hevur hildið seg innan fyri karmarnar av lógini um ábyrgd landsstýrismanna, tá hann hevur gjørt trúnaðaravtalur við útlendska felagið. Hann sigur seg eisini ganga út frá, at landsstýrismaðurin hevur neyðugu heimildina í innlitslógini at undantaka upplýsingar frá almennum innliti. Løgmaður varð eisini spurdur, um hann kundi vátta, at landsstýrismaðurin í innlendismálum hevði skrivað undir uppá at veita privata útlendska felagnum 1 milliónir kr, um løgtingið ikki samtykti Eysturoyartunnilin fyri 1. september. Og hann vildi vita, um løgmaður helt, at landsstýrismaðurin hevði fyrisitið lógliga við at skriva undir eitt slíkt lyfti. Løgmaður váttar, at ein slík avtala varð undirskrivað 27. juni, men sigur, at landsstýrismaðurin hevði heimild at gera avtaluna, og at hon hvørki er ólóglig ella óvanlig. Men har ymist hendir og spennandi virksemi eisini er á havnalagnum. Ein, sum er við í sendingini, er Eirikur Elisson, ið hevur gjørt minsta felliknívin í heiminum, sum er við í metbókini hjá Guinness. Eirikur hevur eisini gjørt nógvar aðrar óvanliga smáar lutir. Gongst sum ætlað, letur nýggja røktarheimið í Klaksvík upp um hálvan oktober. Pláss verður fyri 24 fólkum. Heimið kostar góðar 55 mill. krónur Kommunan hevur rindað 40 milliónir krónur og landið góðar 15 milliónir krónur Nevndin, sum Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, hevur sett, hevði sín fyrsta fund í Mentamálaráðnum í dag. Eitt av høvuðsendamálinum við nýggja tjóðleikhúsinum, sum eftir ætlan skal standa liðugt í 2019, er at gera umstøðurnar hjá yrkisleiklistini tíðarhóskandi. Limirnir í bygginevndini eru Bjarni Wilhelm, deildarstjóri í Mentamálaráðnum, formaður, Jenny C. Petersen, stjóri á Tjóðpalli Føroya, Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri í Tórshavnar kommunu, Árni Baldvinsson, ljóstøkningur, og Alda Joensen, fulltrúi í Mentamálaráðnum, skrivari. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, og formaður í Tjóðveldi vóru rúkandi ósamdir, tá Liljan Weihe beyð teimum til kjak í sjónvarpssstovuni seinnapartin. Løgmaður tók uppaftur, at hann hevur ikki tikið støðu til, um Kári P. Højgaard verður sitandi í landsstýrissessinum eftir handfaringina av málinum um Eysturoyartunnilin. Eru vit vald at ganga ørindi fyri privatar spekulantar, ella eru vit sett at tæna fólkinum og at hava lóg og landaskil, segði formaðurin í Tjóðveldi. Í Brunsj verður fløgan ummæld av Niels Una Dam, eins og fleiri sangir av útgávuni verða spældir, so lurtarin eisini kann gera sína egnu meting um dygdirnar hjá Swangah. Gunnar Nielsen var ikki við í flogfarinum við føroyska landsliðnum, sum í kvøld fór úr Kastrup við kós móti Kasakstan. Orsøkin er, at hann hevur ikki fingið visum. Passini hjá øllum leikarunum blivu fyrr í mánaðinum send til Kasakstan, so at leikararnir kundu fáa visum. Passini komu aftur í síðstu viku, men passið hjá Gunnari kom ikki aftur til Motherwell, har hann dagliga umboðar sítt felag. in.fo skrivar, at Gunnar Nielsen hevur fingið fyribils pass, og at FSF nú roynir at fáa visum til tað passið. Um Gunnar Nielsen ikki sleppur til Kasakstan, verður tað NSÍ málverjin, Kristian Joensen, sum skal verja føroyska málið. Norska felagið, Hødd, hevði líknandi trupulleikar í juni, tá felagi skuldi spæla evropa cup dyst móti FC Aktobe í Kasakstan. Stutt áðrenn norska ferðaliðið skuldi avstað, fekk Hødd at vita, at báðir miðverjarnir, Sivert Heltne Nilsen og Akeem Latifu, ikki fingu visum, og har við ikki slupp inn í landið. Hødd vann fyrra dystin á heimavølli 1 0, men í Kasakstan, har spælt var uttan regluligu miðverjarnar, tapti Hødd 0 2 fyri FC Aktobe. Norska felagið segði undan dystinum, at teir vóru sannførdir um, at myndugleikarnir í Kasakstan høvdu tætt samstarv við fótbóltsfeløgini í landinum, og at tað var tí, at teirra leikarar ikki fingu visum. Kaðalin, sum gongur millum Føroyar, Hetland og Skotland, er áður slitnaður sunnan vert Orknoyggjar, har bátar dreggja eftir skeljum. Føroya Tele roknar við, at tað er atvoldin aftur hesa ferð. Kristian Davidsen, stjóri í Føroya Tele, sigur, at kaðalslit kosta fleiri milliónir, og Føroya Tele noyðist í flestu førum at bera allan kostnaðin. Hvørja viku avmynda bloggararnir frá Fjøllini Dansa onkran, sum tey halda hevur serliga feitan stíl. Hesa vikuna er tað 16 ára gamli Høgni Jákupsson, sum er avmyndaður. Klædnaskápið er rímiliga stórt, fýrkantað, hvítt og keðiligt. Tað er eftirhondini nokkso gamalt, men í løtuni eri eg í gongd við at skifta kamar, og tískil fái eg eitt nýtt skjótt. Eg veit so at siga ikki, hvat eg haldi vera tað kulasta , men út av øllum dámar mær serstakliga væl mína svørtu t shirt við hvítum mynstri. Har er so nógv, eg kundi hugsað mær beint nú, men eitt plagg frá Pray For Paris ella Comme des fuck down hevði eg verið super glaður fyri. Foreldrini hava gloymt at keypa Edvini eina nýggja skúlatasku. men, tað ger einki, tí hann kann bara læna eina frá pápanum, sjálvt um hon er nakað stór. Samráðingar um lønirnar hjá túsundtals fólkum, sum arbeiða hjá tí almenna, verða nú í september, tí sáttmálarnir fara úr gildi 1.oktober. Pedagogfelagið, Lærarafelagið og Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar eru millum størstu fakfeløg, sum hava limir á almenna arbeiðsmarknaðinum, og tey skulu samráðast um nýggjar sáttmálar nú. Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið fara neyvan at geva hinum feløgunum meira hetta til 1.oktober í 2015 enn hini feløgini, sum hava sáttmála til 2015, hava fingið. Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum hevur sáttmála ella avtalu við nøkur og tretivu fakfeløg. Nøkur feløg, sum høvdu sáttmála til 1.oktober í 2011, hava, nú næstan tvey ár eru liðin, ikki fingið nýggjar sáttmálar. Londini samdust í gjár um at seta fiskifrøðingar úr øllum londum at gera eitt vísindaligt grundarlag, sum ein nýggjur býtislykil kann byggja á. Nýggi føroyski samráðingarleiðarin, Herluf Sigvaldsson, legði fram uppskotið á fundinum í London mánadagin. Hvussu stór kvotan verður næsta ár, er óvist. Arbeiðið, sum fiskifrøðingarnar fara undir í heyst, verður ikki liðugt, tá kvoturnar skulu býtast fyri 2014. Føroysku ítróttafólkini stóðu seg væl á Oyggjaleikunum í Bermuda. Í sendingini hitta vit ítróttafólk og uppliva ymsar kappingar. Bjarnheðin í Hoyvík og Tórður Mikkelsen gjørdu sendingina. Varðhaldsfongslingin av 18 ára gamla manninum, sum er skuldsettur fyri drápsroynd í Norðdepli sunnumorgunin 14.juli, er úti fríggjadagin. Politiið kannar framvegis málið, og í løtuni verður sjálv hendingin endurskapað. Vitni eru í Norðdepli í hesum døgum og greiða frá, hvussu hendingin fór fram. Frágreiðingar verða tiknar upp á sjónband, og upptøkurnar skulu brúkast í rættinum. Knívurin, sum ungi maðurin ar skuldsettur fyri at hava stungið fýra fólk við, er ikki funnin. Persónskanningin, sum Kriminalforsorgin gjørdi, er liðug. Og fútin hevur fingið at vita, at mentalkanningin verður liðug hálvan september ella seinnapartin í september. Mentalkanningin verður síðani send Rættarlæknaráðnum í Danmark til ummælis. Væntandi verður Rættarlæknaráðið eisini spurt, hvussu vandamiklar knívsstungurnar vóru. Ákæruvaldið fer at biðja um at fáa varðhaldsfongslingina longda, tí málið er ikki liðugt kannað, sigur Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini hjá løgregluni. Rættarnevndin fer fyribils ikki at viðgera tunnilsuppskotini, og hevur biðið um longda freist at viðgera uppskotini. Tað sigur forkvinnan í nevndini, Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir. Fríggjadagin er ein mánaður, síðani løgtingið hevði fyrstu viðgerð av uppskotunum, og vanligt er, at nevndarviðgerðin ikki skal vara longur enn ein mánað. Men forkvinnan í rættarnevndini hevur biðið um at fáa tíðina til at viðgera uppskotini longda. Hvussu langa tíð, nevndin skal nýta aftrat, ber ikki til at siga nakað um í løtuni, sigur Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir. Fimm uppskot eru í rættarnevndini, sum hava við tunnilsmálið at gera. Forkvinnan í rættarnevndini vil ikki gera nakrar viðmerkingar til málið. Tingfundur verður týsdagin í næstu viku. Á skránni er eisini framløga, og so er spurningurin, um Bjarni Djurholm og Bárður Nielsen fara at leggja fram sítt uppskot til eina tunnilsloysn. Uppskotið er latið løgtingsskrivstovuni, og kann leggjast fyri tingið, tá teir biðja um tað. Verður hetta uppskotið lagt fram, verður tað uppskotið tað sætta í tunnilsmálinum, sum rættarnevndin fær til viðgerðar. Fíggjarligt støðufesti hevur stevningar og trætur, sum bíða eftir at verða avgjørdar, fyri okkurt um sjey milliardir krónur. Fíggjarligt støðufesti vil hava endurgjald frá leiðslunum í pengingastovnum, sum kollsigldu og Fíggjarligt støðufesti noyddist at yvirtaka. Í hálvársroknskapi sínum sigur Fíggjarligt støðufesti, at fær stovnurin viðhald í rættinum, kann missurin gerast minni hjá teimum kreditorunum, sum ikki hava framíhjárætt til pengar, sum trotabúgvini eftir peningastovnarnar fáa inn. Stevningarnar hjá Fíggjarligum støðufesti eru skrivaðar, eftir at ein advokatkanning hevur staðfest, at alt ruggaði ikki rætt í peningastovnunum. Fíggjarligt støðufesti byrjar bara eitt mál, um bestu líkindi eru til, at tað fer at eydnast at vinna málið, stendur í hálvársroknskapinum. Fíggjarligt støðufesti hevur sett av 1,2 milliardir krónur til rættarmálini. Tríggir bankar eru yvirtiknir uttan at grundarlag er fyri at krevja endurgjald frá leiðslunum, sum vóru har. Teir eru Fionia Bank, Max Bank og Fjordbank Mors. Í løtuni verður ein advokatkanning gjørd um Sparekassen Østjylland. Higartil hevur Fíggjarligt støðufesti brúkt 58 milliónir krónur til advokatkanningar, og 90 milliónir krónur eru higartil brúktar til advokatar, sum hava málini fyri stovnin. Fíggjarligt støðufesti heldur, at tað hevur samfelagsligan áhuga at fáa greiði á, um fyrrverandi leiðslurnar í kollsigldu peningastovunum hava endurgjaldsskyldu. Væntandi verður fyrsta sakarmálið viðgjørt í heyst. Fíggjarligt støðufesti eigur framvegis 30 prosent í nýggja Eik Banka, men TF Holding, sum eigur hini 70 prosentini, hevur forkeypsrætt til tey partabrøvini. Fyrsti gongutúrurin hjá Góðan Morgun Føroyar í Kringvarpinum var í Hornabø í Havn. Umleið 40 fólk luttóku, og frásøgufólk var Magdalena Mørk Johannesen. Amerikanska poppdrotningin Cher, sum hevur selt meira enn 100 milliónir solo útgávur, gevur 24. septembur sína fyrstu fløgu út í næstan 12 ár. Á útgávuni, sum eitur Closer to the Truth, eru 14 løg, og føroyska Greta Svabo Bech eigur orð og lag til sangin ldquo My Love . Eg skrivaði ldquo My Love fyri nøkrum árum síðan við bólkinum, sum eg var við í tá Picture Book, red. . Sangurin er um sjeikin hjá mær og er ein kanska eitt sindur cheesy kærleikssangur, greiðir Greta frá. Eitt yvirlit, sum útvarpið hevur fingið frá Almannaverkinumi, vísir, at í juli mánaði fingu 311 føroyingar forsorgarhjálp, tí teir eru arbeiðsleysir. Sostatt vaks talið við 44 fólkum frá apríl til juli. Hetta er fyrstu ferð í 13 ár síðani juni í 2000 at talið er oman fyri 300. Síðani miðskeiðis í 2008 hevur talið av fólkum, sum fáa arbeiðsloysisforsorg, verið støðugt vaksandi, vísir uppgerðin. Av teimum 311 fólkunum, sum fáa arbeiðsloysisforsorg, eru 175 kvinnur og 136 menn. Tey flestu 196 koma úr høvuðsstaðarøkinum, 48 koma úr Norðoyggjum, 33 úr Eysturoy og eisini 33 úr Suðuroy. Samlaðu arbeiðsloysistølini hava annars verið fallandi seinastu tíðina. Á heimasíðuni hjá Hagstovuni sæst, at talið av fulltíðararbeiðsleysum er fallið við 263 fólkum, úr 1601 niður í 1338, frá februar til juli í ár. Hetta eru bæði tey, sum eru skrásett í ALS, og tey, sum fáa forsorgarhjálp gjøgnum Almannaverkið eitt nú, tí at tey eru quot dottin úr ALS quot , sum tey siga, tí arbeiðsloysisstuðulin fellur burtur til tey, sum hava verið í ALS skipanini í tvey ár. Hóast talið á teimum, sum koma undir arbeiðsloysisforsorg, veksur, so eru tað eisini tey, sum fara úr hesi skipanini og út á arbeiðsmarknaðin. Frá apríl til juli í ár komu 100 fólk undir arbeiðsloysisforsorg. Bert 28 av hesum komu úr ALS. Hini komu av ymsum orsøkum, eitt nú úr skúlaskipan, ella úr aðrari skipan undir almannaverkinum. Sama tíðarskeið fóru 56 fólk úr arbeiðsloysisforsorgini. Av hesum høvdu nógv tey flestu 35 fólk fingið arbeiði. Tá tú skal gera eina íløgu sum Eysturoyartunnilin, ið kostar 1,1 milliard, og íløgan skal fíggjast við brúkaragjaldi, hevur tað alt at siga, hvussu nógv tað fer at kosta at koyra ígjøgnum tunnilin. Tað sigur Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur, sum luttók í orðaskifti um Eysturoyartunnilin saman við Beintu Løwe Jacobsen, stjórnmálafrøðingi og journalisti, í Radaranum. Fyrsti gongutúrurin í hesi vetrarskránni var í Hornabø í Havn. Umleið 40 fólk luttóku, og frásøgufólk var Magdalena Mørk Johannesen. Vit hava vunnið higartil størsta sigurin í stríðnum í Sýralandi, nú USA hevur bakkað. Tað sigur forsetin í Sýrialandi uppreistrarfólkið er vónbrotið. Vit hyggja nærri at støðuni í landinum. Hóast tað er langt at sigla til Nýfunnalands á ísfiskaveiðu, er líkt til, at føroysku línuskipini hava fingið væl burturúr, og at fiskiskapurin á Flemish Cap hevur verið eitt gott ískoyti hjá línuflotanum. Átta skip hava verið í Nýfunnalandi, og øll hava gjørt góðar túrar. Kambur, sum var fyrsta skipið ið fór avstað, kom aftur í gjárkvøldið av fjórða túrinum, og aftur hesaferð fingu teir uppí. Váðasteinur, sum eisini hevur roynt á Flemish Cap er á veg heim av fjórða túrinum, og eisini teir hava fingið uppí. Hini skipini hava verið færri túrar. Tey flestu skipini hava kvotu í íslendskum sjógvi, og fara tí ikki aftur til Nýfunnalands í ár, hóast eitt sindur er eftir av kvotuni, sum var sløk 3.200 tons. Kambur hevur avreitt fyri umleið 6 miljónir krónur, ella hálva aðru miljón krónur fyri hvønn túrin. Men teir hava nýtt einar 14 vikur til teir fýra túrarnar. Tað er ov langt at sigla til Nýfunnalands á feskfiskeviðu. Tað einasta, sum bjargaði tí fiskiskapinum, var tann nógvi fiskiskapurin, so tað gekk skjótt at fáa uppí. Var talan um vanligan, ella vánaligan fiskiskap, so hevði úrslitið ikki verið so frægt, sum tað gjørdist, eru menn samdir um. Seinastu árini hava línuskipini ikki fingið stórvegis burturúr, tí fiskiskapurin hevur verið so vánaligur. Og hóast góðan fiskiskap í Nýfunnalandi, so er langt á mál, áðrenn línuskipini kunnu rekast á so frægum grundarlag, at menn kunnu skiftast um at vera umborð og at vera í landi. Til tað resta fleiri miljónir krónur í hjá línuskipunum, siga teir, sum manna skipini. Aðalstjórin í Innlendismálaráðnum heldur fast um, at viðmerkingarnar hjá trimum av deildarstjórunum í ráðnum um uppskotið um Eysturoyartunnilin, eru ikki nóg týdningarmiklar at leggja fyri løgtingið. Tað sæst í frágreiðingini, sum aðalstjórin, Rúni Joensen, í dag hevur latið løgmanni um tunnilsmálið. Í nýggju frágreiðingini sigur aðalstjórin, at tað er ikki vanligt, at viðmerkingarnar frá deildunum eru partur av lógaruppskoti, sum verður lagt fyri løgtingið, tí tær eru skrivaðar við innanhýsis málsviðgerð fyri eygað. Hann sigur eisini, at nógvar av viðmerkingunum hjá deildarstjórunum eru viðmerkingar til greinir í galdandi lóg, sum ikki eru partur av lógaruppskotinum. Svar upp á fleiri av hesum spurningunum kunnu teir finna í galdandi lóg um Skálafjarðartunnil. Og so eru spurningar og viðmerkingar til slíkt, sum verður mett at hoyra heima í einum sáttmála heldur enn eini lóg. Og haraftrat spyrja deildarstjórarnir eisini eftir slíkum, sum kortini stendur í lógartekstinum ella viðmerkingunum í lógaruppskotinum, sigur Rúni Joensen, aðalstjóri. Løgreglan hevur gjørt av at grava líkið av einari 16 ára gamlari gentu í Hvannasundi, sum varð funnin deyð við byrgingina 21. november í fjør, uppaftur. Líksýnið vísti ikki meiri um orsøkina, hví kvinnan var deyð. Kvinnan hevði samband við unga mannin, sum er skuldsettur fyri drápsroynd í Norðdepli 14. juli í ár. Tey høvdu áður verið par. Inntøkurnar eru smáar og rásarúmið lítið hjá mjólkarbøndrunum. Nógvir teirra eru hart kroystir fíggjarliga, og verandi gongd kann ikki halda fram. Tað var yvirskipaða niðurstøðan, tá grannskoðanarvirkið Arnason og Mortensen kannaðii roknskapirnar hjá mjólkarbøndrum fyri árini 2007 til 2011. Fíggjarnevndin hevur fingið greiningina frá Fiskimálaráðnum, sum hevur biðið um pengar at lata bøndrum at hoyggja fyri. Sambært greiningini vóru úrslitini í miðal positiv øll fimm árini uttan í 2009. Men við fáum undantøkum versnaðu úrslitini støðugt øll árini. Undantakið eru árini 2009 og 2010. Í 2009 var miðalúrslitið 15.000 krónur í halli. Í 2010 vóru í miðal 122.000 krónur í vinningi. 31 bøndur eru við í greiningini fyrstu fýra árini, men í 2011 vóru teir 27, tí nakrir góvust. Niðurstøðan, sum er skrivað 5.november í fjør, er tann, at skeiva gongdin viðvíkjandi úrslitunum kann ikki halda fram. Av tí at rásarúmið er lítið og inntøkurnar smaár, má okkurt munagott henda skjótt, skulu ikki fleiri mjólkarbøndur verða noyddir at gevast. Ein orsøk til skeivu gongdina eru størri og størri útreiðslur til fóður. Roknskapartølini vísa eisini, at fíggjarkostnaðirnir vuksu nógv frá 2007 til 2011. Hugt eigur at verða eftir, hvussu meira kann fáast burtur úr íløgunum, bæði í bygningar og amboð og maskinur. Langfreistaða skuldin hjá mjólkarbøndrum er vaksin nógv seinastu árini. Verandi skuld er ein forðing fyri nýggjum íløgum. Arnason og Mortensen siga eisini, at ábendingar vóru um, at árið 2012 fór ikki at verða frægari enn 2011 hjá flestu bøndrum. Tað vera tí framvegis nógvir bøndur, sum verða hart kroystir fíggjarliga. Sambært greiningini hjá Arnasoni og Mortensen eru bara sjey prosent av fjósunum í Føroyum yngri enn tíggju ár. 60 prosent eru eldri enn 30 ár. Og sambært Búnaðarstovuni lúka bara trý fjós framtíðarkrøvini til djóravælferð. Fyri at forða fyri, at mjólkarvinnan fer fyri bakka, hevur Fiskimálaráðið biðið løgtingið um 8,2 milliónir krónur í ár til bøndur at hoyggja fyri. Búnaðargrunnurin skal niðurlagast í seks ár, so tá avtornar vera góðar 24,7 milliónir í stuðli at hoyggja fyri. Pengarnir eru á kontuni hjá Royndarstøðini í Hoyvík og skulu flytast haðani. Fíggjarnevndin hevur fund um eykajáttanina í dag. Felagið ger vart við seg, nú Almannamálaráðið vil hava løgtingið at flyta pengar frá ættleiðingarstuðli til eldrarøkt, tí brúk er ikki fyri øllum stuðlinum í ár, tí so fáar ættleiðingar eru. Higartil í ár er bara latin stuðul til eina ættleiðing. Orsøkin er langa bíðitíðin, men eisini, at tað er vorðið nógv dýrari at ættleiða, sigur Ættleiðingarfelagið. Stuðulin er nú 75.000 krónur Tað kostar 154.100 krónur at ættleiða eitt barn. Harafturat koma nógvar aðrar útreiðslur, sigur Ættleiðingarfelagið í brævi til Fíggjarnevndina. Tíðin er komin at endurskoða stuðulsskipanina og hækka stuðulin, ella gera tað heilt kostnaðarleyst at ættleiða børn, sigur Ættleiðingarfelagið. Eisini eiga ættleiðingarforeldur at fáa stuðulin, áðrenn tey fáa barnið, so tey sleppa undan at leggja alla pengarnar út, tá tey ættleiða. Venjingarskúlin er í sera ringum standi, og nú rópar skúlastýrið fyri venjingarskúlan varskó. Týsmorgunin hittu vit forkvinnuna, Anniku Sølvará, sum vísti okkum ymiskt á skúlanum, sum treingir til ábøtur. Sjey kommunulæknastørv eru leys at søkja. Leysu størvini eru í Vestmanna, Fuglafirði, Runavík, Klaksvík, á Sandi, Eiði og á Skála. Flemming Oliver Jensen byrjar í starvinum sum hondbóltsmennari í H71 tann 21 oktober í ár. Felagið sigur, at hann skal taka sær av at samskipa og menna ungdómsdeildina hjá H71. Flemming Oliver Jensen er dani, og hevur ein EHF Mastercoach Degree. Hann hevur, umframt í Danmark, verið venjari í Noregi og Póllandi. Í Danmark gjørdist hann, sum venjari hjá Virum Sorgenfri, eitt nú danmarksmeistari og kom eisini í Evropa Cup finaluna. Frá 2003 2006 var hann ítróttarstjóri og høvuðsvenjari í TMS Ringsted. Í 2007 venjari hjá By sen í Noreg. Í 2009 var hann venjari hjá Wisla Plock í Póllandi. Hann hevur hægstu útbúgving hjá Danska hondbóltssambandinum. Føroyar og Týskland spæla á Tórsvølli 10. september klokkan 19 45. Dysturin verður í sjónvarpinum og útvarpinum hjá Kringvarpinum. Burðaravlopið í Føroyum hevur verið lítið seinastu tvey árini, sæst í heilsufrágreiðingini frá landslæknanum. Burðaravlopið í fjør var bara 221, og í 2008 var tað 208. Uppgerðin gongur aftur til aldarskiftið, og hon vísir, at í ár 2000 var burðaravlopið 360, 150 og 140 fleiri enn í fjør og í fyrrárið. Sosialfobi er ein tann mest útbreidda ræðslan. Tá Óla Han Olsen, fyri nøkrum árum síðan, varð sagdur úr starvi, og ikki hevur fingið starv, hevur hann fingið ein øgiligan ótta at vera millum fleiri fólk. Góðan Morgun Føroyar hevur sett sær fyri, at hjálpa Óla Hans, og hevur tískil sett seg í samband við sálarfrøðingin, Suna Poulsen. Suni letur so Óla Hans viðgerðir. Góðan Morgun Føroyar fylgir gongdini. Fyrrapartin í dag verður fundur millum landsstýriskvinnuna og almannamálaráðharran, har tær millum annað fara at umrøðu fráboðanarskyldu í barnaverndarmálum landanna millum, og um at seta á stovn eitt barnahús í Føroyum. Seinnapartin verður farið til Klaksvíkar, har Klaksvíkar býráð tekur ímóti, og síðani verður vitjað á stovnum í Klaksvík. Eisini støkkur almannamálaráðharrin inn á gólvið hjá reiðarínum Hvalnes. Sjónvarpssendinetið, sum Mentamálaráðið eigur og umsitur, verður nú talgilt digitalt . Analoga senditøknin er ikki tíðarhóskandi longur og er eisini vorðin ov kostnaðarmikil at reka og umsita. Sendinetið verður tí talgilt við MPEG 4 tøkni, so tað stendur mát við sendinetið í grannalondunum. Mynda og ljóðgóðskan verður betri, og tú fært eina klárari mynd við betri litum og ljóði. Fyrstu sendararnir verða sløktir 16. september 2013, og fer arbeiðið at strekkja seg yvir trý ár, til 2015. Fá svarið upp á spurningar tínar, nú sjónvarpsnetið verður talgilt, á slóðunum niðan fyri her. Hildið verður fram at sløkkja gomlu, analogu sjónvarpssendararnar. Í staðin sæst sjónvarpið talgilt digitalt á sendinetinum hjá Televarpinum. Vegleiðing, hvussu anntennan skal venda, soleiðis at hon fær fatur á talgilda sendaranum, sæst á heimasíðuni hjá Televarpinum her tv.fo page sendistodir Býrt tú í einum øki, har skift verður, hav so vinarligast í huga, at tú fært tað besta signalið um sjónvarpsantennan hjá tær peikar móti sendaranum, har tú fært signal frá. Má eg skifta sjónvarpið út Má eg keypa nýggja antennu Fá svar uppá tínar spurningar her Hvat skal eg gera um eg onki síggi Fyrsta fortreytin at móttaka sjónvarpið, eftir at sendinetið er talgilt er, at tú hevur ein talgildan móttakara. Hesin kann annaðhvørt vera innbygdur í sjónvarpið ella í einari leysari móttøkuboks. Øll í Føroyum kunnu móttaka Kringvarpið eisini tey, ið bert hava eitt sjónvarp uttan eyka útgerð íbundna. Hvussu veit eg um eg síggi Kringvarpið tá skift verður Við at tryggja tær, at tú hevur ein talgildan DVB T móttakara sí orðalista niðast , ið kann móttaka MPEG 4 sí orðalista niðast áðrenn 1. september 2013. Nøkur sjónvørp hava innbygdan móttakara, á øðrum sjónvørpum er neyðugt at seta ein leysan móttakara til sjónvarpið. Eri eg noydd ur at at fáa mær Televarp, um eg skal síggja Kringvarpið eftir skiftið Nei. Eins og Rás1 er Kringvarp Føroya ókotað á Telvarpinum. Tískil er ikki neyðugt at hava eitt hald frá Televarpinum fyri at síggja Kringvarp Føroya á talgilda sendinetinum. Er neyðugt at skifta sjónvarpið hjá mær út Um tú hevur eitt eldri sjónvarp, ið hvørki hevur scart inngang sí mynd ella HDMI inngang sí mynd , mást tú skifta sjónvarp. Um sjónvarpið hevur scart inngang, mást tú tryggja tær, at móttakarin hjá tær sendir MPEG 4 myndina og ljóðið út á scart inngangin. Tað eru fleiri sløg av móttakarum á marknaðinum, ið bert senda MPEG 4 út á HDMI inngangin. Við scart inngangi fært tú onga gleði av betri myndagóðsku. Skal eg skifta antennu Tú skalt brúka eina UHF antennu sí orðalista niðast fyri at móttaka talgilda signalið. Hevur tú ikki eina UHF antennu, mást tú skifta antennuna hjá tær. Tað er umráðandi, at UHF antennan tekur rás 21 til 69. Um sjónvarpið hjá tær hevur digitalan móttakara, ber til at seta sjónvarpið at leita, so finnur tað rásirnar, og harvið finnur tað eisini Kringvarpið. Um tú hevur eina eldri VHF antennu sí orðalista niðast , skal hendan skiftast út við eina UHF antennu. Henda UHF antenna skal kunna taka rásirnar frá 21 til 69. Hevur tú innandura antennu, mást tú fyrst kanna, um antennan tekur allar UHF rásirnar frekvensur 470 870 MHz . Kanna eisini, um innandura antennan er gjørd til bæði horisontalt og vertikalt signal, og kanna eftir, hvussu signalið, har tú býrt, verður sent sí niðan fyri . Er alt hetta í lagi, og tú framvegis onki sært, er neyðugt at skifta antennuna. Hvussu skal antennan venda Antennan skal venda móti sendaranum, tú fært signal frá, og polarisatiónin soleiðis sum pinnarnir á antennuni skulu venda skal vera røtt. Er talan um horisontala polarisatión skulu pinnarnir liggja vatnrættir. Er talan um vertikala polarisatión, skulu pinnarnir standa lodrættir. Hvussu veit eg hvør polarisatiónin skal vera Tú kanst hyggja eftir, hvussu antennurnar í grannalagnum venda, um tær eru vatnrættar ella loddrættar. Ivast tú framvegis, ella sær tú framvegis onki, kanst tú hyggja eftir Føroyakortinum á slóðini her Tíðarætlan Soleiðis verður skift Hvar fái eg nýggja útgerð so eg síggi Kringvarpið Talan er um tøkni, sum kann keypast í radio og sjónvarpshandlum kring alt landið. Talgilda signalið verður sent við DVB T tøkni, og móttakarin skal klára at vísa MPEG 4 rásir. Hví er neyðugt at skifta frá analogum til talgilt Analoga senditøknin er ikki tíðarhóskandi longur, og er eisini vorðin ov kostnaðarmikil at viðlíkahalda. Talgilda tøknin gevur harafturat rúmd fyri fleiri rásum uttan at brúka meira pláss í luftborna signalinum. Sendinetið verður dagført, so tað stendur mát við nýmótans tøkni. Hvørjir fyrimunir eru við talgildu tøknini Við nýggju tøknini fært tú betri mynda og ljóðgóðsku. Munurin verður meira týðiligur, um tú framman undan bert hevur havt analoga útgerð. Harumframt gevur nýggja tøknin pláss at senda nakrar fleiri rásir, umframt møguleikan at senda rásir í High Definition góðsku sí orðalista niðan fyri . Ivast tú framvegis, ella hevur tú ein spurning, ið ikki er svaraður oman fyri Les vinarligast meira her Hjálp Orðalisti DVB T móttakari Móttakari, ið kann móttaka talgilt sjónvarpssignal MPEG 4 Mynda og ljóðformat UHF antenna Nýggjara slagið av sjónvarpsantennum VHF antenna Eldra slagið av sjónvarpsantennum High Definition Hágóðska av ljóði og mynd Um tú ikki fær sjónvarpið hjá tær at rigga, eftir at sendinetið er umlagt, hóast tú hevur fylgt vegleiðingunum, sum eru undir raquo Spurningar og svar laquo , kanst tú venda tær til Televarpið . Serkøn fólk, ið kunnu svara tær upp á spurningar og ivamál ið kunnu koma í kjalarvørrinum, nú skift verður til talgilda sendinetið sita til reiðar við telefonirnar, tá skift verður í teimum ymisku økjunum. Sleppur Kári P. Højgaard at halda fram sum landsstýrismaður Hvørji atlit tekur løgmaður, tá hann avger lagnuna hjá landsstýrismanninum Hvørjar avleiðingar fær málið fyri samgonguna Og hvussu telvar andstøðan í tunnilsmálinum Dóttir min er byrjað í 8. flokki, og hon sigur, at hon má hava eina teldu til skúlabrúks. Sum eg skilji, skal teldan brúkast til skriviarbeiði, rokning og annað, sum ein telda kann brúkast til í skúlanum. Mín spurningur er so, hvat er ein skúlatelda Hvussu stór kraftig skal hon vera Hvørji forrit eru góð til skúlabrúks Fylgja forrit við eini teldu Skulu vit eisini hugsað um, at gentan eisini skal brúka telduna heima til spøl, internet og filmar ljóð Dagliga vera vit yvirrend við brochurum um góðar og bíligar skúlateldur. Hví eru tær so ymiskar í prísi Føroyski makrelfiskiskapurin í ár er farin upp um 100.000 tons. Í gjár vóru fráboðað 103.000 tons. Kvotan er knappliga 144.000 tons. Nú eru bara tvey móttøkuskip eftir, Gloria og Victoria. Hini fýra útlendsku móttøkuskipini, sum vóru leigað til Føroya, eru givin. tey eru Kai Li og Kai Shun og Atlantic Orion og An Xing Hai. Í annaðkvøld ber til at hoyra Flemming Rose, sum saman blaðstjóranum á Jyllandsposten var orsøk til størstu uttanríkispolitisku kreppuna í Danmark síðani annan heimsbardaga. Hetta hendi, tá Jyllandsposten almannakunngjørdi 12 muhammedstekningar í 2005. Tað er Heini í Skorini, sum hevur fingið Flemming Rose hendanvegin. Í útvarpsstovuni í morgun vóru Heini í Skorini og Flemming Rose í telefonini úr Keypmannahavn Elin á Rógvi er fødd og uppvaksin í Havn, men flutti sum 8 ára gomul saman við familjuni til Argir, har hon eisini er búsitandi í dag. Hon er serliga kend millum fólk frá barnaútvarpinum og í leiklutinum sum Meyla, men seinastu tvey árini hava vit ikki frætt so nógv frá henni. Hvat hevur hon gjørt hesa tíðina, og nær verður hon aftur at hoyra í barnaútvarpinum Hesar, og nógvar aðrar spurningar, svaraði Elin á Rógvi, tá hon var gestur hjá Eyðfinni Jensen í Brunsj. Eisini frætta vit um eitt nú nýggja listaframsýning hjá Bárði Oskarssyni í Listaskálanum, tvær konsertir við verkum eftir Sunleif Rasmussen, New Nordic framsýningina í Norðurlandahúsinum, og nýskrivaða leikin Sangur í mjørka, ið Elin á Rógvi hevur skrivað, og sum vann leikritakappingina, nú tað í ár eru liðin 130 ár síðani Hans Andrias Djurhuus varð føddur. Í sendingini hitta vit Kurt Svendsen, Niels Ohrt, Bárð Oskarsson, Birgitte Zacho, Maritu Dalsgaard, Jóannes Nielsen, Hans Tórgarð, Sif Gunnarsdóttir, Hedvig Kapnas, Sunleif Rasmussen og Fróða Vestergaard. Hermann Oskarsson, búskaparfrøðingur, heldur ikki, at handilsforðingarnar eru nøkur búskaparlig vanlukka fyri Føroyar. Men tað ávirkar sjálvandi tey, sum selja makrel og sild. Hermann Oskarsson heldur, at føroyingar eiga at gera allan heimin varugan við, hvussu ES fer við okkum. Tað kann vera Føroyum at gagni Ein nýggjur sangleikur verður nú settur á pall í Sjónleikarhúsinum og í hesum sambandi er Marita Dalsgaard komin heim úr Danmark at vera leikstjóri. Tað eru Brynhild Thomsen, blaðstjóri á Dimmalætting, og Jón Brian Hvidtfeldt, tíðindaleiðari í Miðlahúsinum, á einum máli, nú løgmaður hevur fingið frágreiðing frá Innlendismálaráðnum um handfaringina av tunnilsmálinum. Løgmaður og viðger í løtuni frágreiðingina. Og tí er framvegis ógreitt, hvat hendir við landsstýrissessinum hjá Kára P. Højgaard. Verjin, Jógvan Páll Lassen, sigur, at hann fer biðja rættin lata mannin leysan. Ákærin fer at biðja rættin leingja varðhaldsfongslingina, sum skilst í fýra vikur. Politiið er ikki liðugt at kanna málið. Maðurin hevur verið í varðhaldi síðani 14.juli, tá hann varð tikin. Varðhaldsfongslingin er longd fýra vikur einaferð. Tær fýra vikurnar eru farnar í morgin, og tí skal rætturin taka støðu til, um maðurin skal latast leysur nú, ella vera verandi í varðhaldinum. Maðurin noktar seg sekan í skuldsetingini. Hann sigur seg einki minnast frá sunnumorgninum 14.juli, tá hann er skuldsettur fyri at hava stungið fýra fólk við knívi. Tá grundlógaravhoyringin var, avgjørdi rætturin, at maðurin skal persónskannast og mentalkannast. Gunnar Nielsen kemur til Kasakstan tíðliga í morgin. Hann skal eta og hvíla, og so vænti eg, at hann verður klárur til at spæla klokkan 21.00 lokala tíð , sigur Lars Olsen, landsliðsvenjari við Kringvarpið. Í lesikrókinum hesaferð hitta vit eina kvinnu, sum hevur búð í fleiri ár í London og tí lesar nógvar bøkur á enskum. Men tað er ein rithøvund, sum hon altíð vendur aftur til og tað er William Heinesen. Løgmaður hevur í dag gjørt av at loysa Kára P. Højgaard úr embætinum sum landsstýrismaður í innlendismálum. Fyribils fyrisitur løgmaður innlendismál. Tað kunnger Kaj Leo Holm Johannesen á heimasíðuni hjá løgmansskrivstovuni. ndash Eg virði tað stóra arbeiðið, landsstýrismaðurin hevur gjørt til tess at útbyggja undirstøðukervið, soleiðis at okkara samfelag støðugt kann betrast og mennast. Eg má tó ásanna, at málið hevur skapt so mikið nógv órógv, at eg nú meti, at tað kann ávirka virkisføri hjá landsstýrinum. Tí havi eg tikið hesa avgerð, sigur løgmaður í stuttari fráboðan. Hoast løgmaður hevur bíðað eftir frágreiðing úr Innlendismalaraðnum, varð avgerðin um at koyra Kára P. Højgaard úr landsstýrissessinum tikin fyri fleiri døgum síðani. Nú Kári P. Højgaard ikki longur er landsstýrismaður, verður hann aftur tingmaður, og sostatt missir Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, tingsessin. Karl A. Olsen, fyrrverandi borgarstjóri í Vestmanna, hevur verið formaður í landsnevnd Sjálvstýrisfloksins. Men hann fór frá sum formaður í síðstu viku. Kristianna Winther Poulsen, næstforkvinna, er tí virkandi forkvinna í landsnevndini. Hon hevur onga viðmerking til politisku støðuna í dag. Seinasta kanningin, sum varð tikin av inniluftini á politistøðini Yviri við Strond fyrst í juli, staðfesti, at blámusoppur enn er í nøkrum hølum. Síðani hevur politiið havt samráðingar við útleigaran, sum tey leiga hølini frá, um at finna eina loysn, men nú hevur politiið gjørt av, at finna aðra loysn. Politiið flutti annars úr hølunum í Jónas Broncksgøtu í hølini Yviri við Strond tíðliga í 2011, tí blámusoppur varð staðfestur í bygninginum í Jónas Broncksgøtu. Politiið hevur ikki funnið hóskandi høli enn, og sigur, at tað kann verða trupult at finna høli í Havn, sum hóska til politistøð. Landskassin hevur higartil í ár fingið 77,5 milliónir krónur í veiðigjaldi fyri makrel og norðhavssild. Skip, sum ikki eru í fiskidagaskipanini, rinda 35 oyru fyri kilo av sild og 75 oyru fyri makrel í veiðigjaldi. Sambært fráboðaðu tølunum um fiskiskapin higartil í ár, sum Fiskiveiðieftirlitið hevði fyrradagin, eigur landskassin 14,8 milliónir fyri norðhavsild og 62,7 milliónir í veiðigjaldi fyri makrel. Harafturat skal landskassin hava tvær krónur fyri kilo, sum verða landað til móttøkuskip undir fremmandum flaggi. Skip, sum hava fiskidagar, rinda tó bara eina krónu fyri kilo í avreiðingargjaldi. Sambært tølunum hjá Fiskiveiðieftirlitinum hava sjey móttøkuskip tikið ímóti 20.000 tonsum. Men tað er heildartalið. Útvarpið hevur ikki tøl fyri, hvør hevur landað til møttøkuskipini, og hvussu nógv móttøkuskip undir fremmandum flaggi hava keypt. Í fíggjarlógini fyri 2013 er roknað við 107 milliónum í avreiðingargjaldi og veiðigjaldi fyri makrel og norðhavssild. Og sambært nýggjastu tølunum er Havsbrún framvegis tað virkið, sum fær mest. Havsbrún hevur keypt 36.600 tons av makreli og norðhavssild í ár, Faroe Pelagic 34.600 tons og Varðin Pelagic 33.000 tons. Vestmanna Seafood hevur keypt 220 tons, og níggju skip hava fryst 37.300 tons umborð. Tey sjey móttøkuskipini hava keypt 20.000 tons. Føroyski makrelfiskiskapurin í ár er farin upp um 100.000 tons. Fyrradagin vóru fráboðað 103.000 tons. Kvotan er knappliga 144.000 tons. 52.000 tons av norðhavssild eru fráboðað til Fiskiveiðieftirlitið. Sildakvotan er góð 105.000 tons í ár. EIna millión til CIP, fyri ikki at gera Eysturtunnilin, verður viðgjørt við einum skeivum vinkli í klummuni. Eydna Skaale skrivar og lesur Kári P. Højgaard, sum í gjár varð koyrdur frá sum landsstýrismaður heldur, at løgmaður ikki hevði annað val enn at koyra seg frá sum landssstýrismann. Serliga var tað trýstið frá tí eina floksformanninum í samgonguni, sum gjørdi, at løgmaður tók avgerðina, sigur Kári P. Højgaard, og sipar hann til Jenis av Rana, formann fyri Miðflokkin. Kári P. Højgaard verður nú vanligur tingmaður fyri Sjálvstýrisflokkin. Flokkurin hevur fingið freist til týsdagin at boða frá, um hann vilhalda fram í samgonguni. Í útgangsstøðuni er føroyski búskapurin í einum lágkonjunkturi við lítlum búskaparvøkstri, halli á almennu roknskapunum, og vaksandi almennari skuld. Í seinastuni hava tó fleiri sjálvstøðugir indikatorar givið ábendingar um eina spakuliga uppgongd úr lágkonjunkturinum. Búskaparráðið væntar ein vøkstur í 2013 í leypandi prísum á útivið 3 og nakað tað sama í 2014. Við bert at koma burtur úr núverandi lágkonjunkturi røkka vit ikki málunum um at basa arbeiðsloysinum og fáa fleiri kappingarfør arbeiðspláss, ið kunnu skapa fólkavøkstur. Hetta er fortreyt, men meira krevst. Eitt átrokandi mál er, at landskassin hevur havt rakstrarhall síðan 2008, og skuldarbyrðan hjá landskassanum er tí vaksin. Seinastu roknskapirnir benda á, at ætlanirnar hjá landsstýrinum at minka hallið ikki bera á mál. Hallið hjá landskassanum fyri 2012 gjørdist 335 milliónir krónur, og hallið vaks tí sammett við 2011, tá hallið var 322 milliónir krónur Krøvini til at fáa fíggjarliga javnvág upp á styttri sikt kundu møguliga verið rokkin við tilfeingisgjaldi, størri avgjaldi á aliloyvum, og við at strika ella avmarka skatta asymetriir og frádráttir og stuðulsskipanir, ið gera mun á vinnugreinum og borgarum í landinum. Afturat hesum kemur at føroyski búskaparpolitikkurin upp á longri sikt neyvan er haldførur. Hetta tørvandi haldføri veksur um avbjóðingarnar, tá tað snýr seg um at fremja átøk til tess at skapa produktivitets og búskaparvøkstur, ið kann byrgja fyri fólkatalsminking. Fíggjarliga haldførið í Føroyum finnist neyvan upp á longri sikt, tá fyriliggjandi útrokningar vísa at talið av eldri fólki er tvífaldað 2030 40 . Hetta var staðfest longu í 2009 av einum arbeiðsbólki undir fíggjarmálaráðnum Sama er staðfest fyri Grønland. Grønlands fíggjarpolitikkur er sera langt frá at vera haldførur upp á longri sikt. Øvugt er danski fíggjarpolitikkurin haldførur upp á longri sikt, danir hava í sínum búskaparpolitikki tikið hædd fyri eini tvífalding av talinum av eldri fólki. Ein onnur forðing fyri fíggjarliga haldførinum upp á longri sikt er lága føroyska pensións uppsparingin. Pensións uppsparing føroyinga við árslok 2011 var 7,7 milliardir krónur, og skuldi hon verið 29 milliardirkrónur, um vit lutfalsliga eftir fólkatalinum høvdu eins nógv í uppsparing sum danir ella íslendingar . Áttu vit hesar 29 milliardir krónur, hevði stórur partur av teimum verið ogn hins almenna sum útsettur skattur, og sum hevði fallið til gjaldingar júst tá brúk var fyri peninginum til at fíggja inntøkuflytingar og vaksandi tænastuveitingarnar til vaksandi talið av eldri fólkum. Umframt at ávirka fíggjarliga haldførið hevði ein størri føroysk pensións uppsparing havt týdning fyri nógv onnur búskaparlig viðurskifti í Føroyum. Áttu føroyingar til dømis 29 milliardir krónur í pensións uppsparing, so hevði onkur av hesum milliardum funnið veg til lønsamar íløgur í. Fíggjarmálaráðið 2009 Uppskot til eina haldføra pensiónsskipan fyri Føroyar 4 føroyska vinnulívinum. Minni tørvur hevði tá verið á útlendskum kapitali í Føroyum, til dømis til útbygging av undirstøðukervi ella útbygging av grønari orkuframleiðslu í Føroyum. Skatting av pensiónum við inngjaldi bøtir ikki fíggjarliga haldførið upp á longri sikt, men tað øvugta. Við nýggju skipanini fyri eftirlønaruppsparing, ið líðandi verður sett í verk frá komandi nýggjári, verður tíðarfreistin alt ov stutt at spara munandi upphæddir áðrenn demografisku broytingarnar fara at gera seg galdandi. Ein slík skipan kann tí ikki standa einsamøll. Jú seinni byrjað verður við tillagingum til tess at skapa fíggjarligt haldføri, jú tyngri og víðgongdari kann endaliga upptakið gerast. Eru tillagingar á røktarheimsøkinum í 2013 truplar, verður tað munandi meira møtimikið um 20 25 ár, um onki verður gjørt. Í eini komandi útgávu ætlar Búskaparráðið at leggja fram eina neyvari greining av fíggjarliga haldførinum hjá Føroyum fram móti 2040, og at viðgera møgulig tiltøk. Búskaparráðið hevur ferð eftir ferð í sínum frágreiðingum síðan ár 2000 mælt til at fiskidagar og kvotur vórðu seldar á uppboði, soleiðis at tilfeingisrentan í størst møguligan mun fall landinum í lut sum inntøka, samstundis sum ein avregulering fór fram í fiskivinnuni. Mælt hevur eisini verið til størri avgjøld fyri aliloyvi. Vinnan og politiska skipanin sýnast at hava viðurkent, at tilfeingisgjøld so ella so mugu vera partur av eini búskaparpolitiskari loysn. Búskaparráðið er av teirri fatan, at tíðin nú er komin til at útgreina eina praktiska, tekniska og umsitingarliga loysn fyri hvussu ætlanin er at uppkrevja tilfeingisgjøld, herundir hvussu gjaldið kann skipast og eftirroknast. Eisini má atlit takast fyri hvussu gjaldið gerst ein partur í samlaða almenna búskapinum. Avlopini í tilfeingisvinnuni hava í søguligum høpi sveiggjað nógv, og tí má eisini í framtíðini roknast við ójøvnum tilfeingisinntøkum. Ráðið eftirlýsir eina endurskoðan av dupultskatta avtalum við onnur lond við atliti til at styrkja inntøkugrundarlagið hjá tí almenna. Krøvini til fíggjarliga javnvág upp á styttri sikt kundu møguliga verið rokkin við tilfeingisgjaldi, størri avgjaldi á aliloyvum, og við at strika ella avmarka skatta asymetriir og frádráttir og stuðulsskipanir, ið gera mun á vinnugreinum og borgarum í landinum. Samanumtikið benda greiningar ráðsins av langtíðar gongdini í búskapinum á at vit eru inni í eini bygnaðarligari umbroyting har arbeiðspláss verða niðurløgd og nýggj arbeiðspláss ofta ikki verða skapt aðrastaðni í búskapinum. Samstundis er merkisvert at staðfesta at prís deflateraða miðallønin í Føroyum sum heild hevur verið stagnerandi seinastu 10 árini ndash tað vil siga ein 0 vøkstur í heili 10 ár. Hetta bendir á eitt stagnerandi BTÚ í føstum prísum hesi seinastu 10 árini. Búskaparráðið metir at trupulleikin við fólkatalsgongdini stavar frá trótandi kappingarførum arbeiðsplássum. Bati hendir ikki uttan búskapar og produktivitetsvøkstur í Føroyum. Avbjóðingarnar her eru eyka stórar, tí trygd hava vit onga fyri at arbeiðspláss, sum vegna produktivitets vøkstur verða niðurløgd í føroysku útflutningsvinnuni, verða 5 javnað aftur við nýggjum arbeiðsplássum í øðrum vinnum í Føroyum. Flestu útjaðarar missa arbeiðspláss til miðstaðarøki. Væntandi verður hall á rakstrarsíðu gjaldsjavnanum í 2012. Hallið stavar frá stórum skipa og flogfarainnflutningi hetta árið. Annars hevur vaksandi útflutningurin frá uppisjóvarveiðuni og alivinnuni stórliga ávirkað úrslitini á rakstrarviðskiftum gjaldsjavnans seinastu árini, og hetta hevur saman við lønarinntøkum úr útlondum vigað upp ímóti kreppustøðuni í botnfiskaveiðuni undir Føroyum. Gunnar Nielsen verður í málinum, og í verjuni verða Jónas Tór Næs, Rógvi Baldvinsson, Jóhan Troest Davidsen og Viljormur Davidsen. Á miðuni verða Christian R. Mouritsen, Fróði Benjminsen, Súni Olsen og Hallur Hansson, meðan Christian Lamhauge Holst verður fremsti maður á føroyska miðvøllinum. Frammi í álopinum verður Jóan Símun Edmundsson. Tað er ikki á hvørjum degi, at havnafólk síggja ein tunfisk, og enn minni at síggja teir verða skornar upp, men í morgun var ein tunfiskur skorin upp í Vágsbotni. Hans Marius í Byrgi, sum hvønn fríggjamorgun selur fisk í Vágsbotni, hevði tunfiskin við sær, ið vigaði 120 kilo. Hetta var eisini fyrstu ferð, at Hans Marius í Byrgi skar ein tunfisk upp. Løgreglan í Føroyum kannar í løtuni allar møguleikar í málinum um knívstungurnar í Norðdepli í summar. Men løgreglan hevur onga almenna viðmerking til málið yvirhøvur. Einastu boðini, sum koma av politiistøðini er, at teir vilja binda um heilan fingur. Tá ið onkur doyr knappliga, óvæntað ella uttan frágreiðing, er vanligt, at tað verður hildið líkskoðan og tað er ikki heilt óvanligt í Føroyum. Seinastu trý árini hava millum 25 og 33 líkskoðanir um árið. Í færri enn helvtini av málunum sendir løgreglan boð eftir rættarlækna úr Danmark at gera eina obduksjón, um at illgruni er um, at eitt brotsverk er framt. Sí innsløg í Degi amp Viku og samrøðu við Ingolf S. Olsen, virkandi formann í felagnum Føroysk Miðlafólk, sum heldur, at løgreglan er ov afturlatin Kári P. Højgaard varð í gjár koyrdur frá sum landsstýrismaður í innlendismálum, í kjalarvørrinum av tunnilsmálinum. Spurningurin er, um hetta fær avleiðingar fyri samgonguna. Frákoyrdi landsstýrismaðurin dugir ikki at ímynda sær Sjálvstýrisflokkin í eini samgongu, har floksins fyrst valdi, sum júst er Kári P. Højgaard, ikki sleppur at sita í landsstýrinum. Andstøðuflokkarnir halda, at støðan í tunnilsmálinum eigur eisini at fáa avleiðingar fyri løgmann, sum eftir teirra tykki somuleiðis eigur at fara frá. Sí innsløg í Degi amp Viku í gjárkvøldið, har fyrrverandi løgtings og landsstýrismaðurin, John Johannessen, gjørdi viðmerkingar til politisku støðuna í sjónvarpsstovuni, har Finnur Koba var vertur Verkætlanin at taka ímóti ull, sum ALS setti í verk í summar, hevur eydnast væl. Tað sigur Høgni í Stórustovu, deildarleiðari á tænastudeildini hjá Arbeiðsloysisskipanini. Upprunaliga ætlaði Ísland, sum hevur boðið strandarlondunum til fundar um makrel í Reykjavík í morgin og sunnudagin, at fundurin skuldi vera á politiskum stigi, tað er ráðharrafundur.Tí høvdu Føroyar einki ímóti, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður. Men hjá øðrum lá ikki fyri. Millum annað er stórtingsval í Noregi mánadagin. Tí verður fundurin í Reykjavík millum embætisfólk og samráðingarleiðararnar hjá strandarlondunum. Grundarlagið undir fundinum í Reykjavík er eitt annað enn undir fundinum, sum var í London fyrst í vikuni, sigur landsstýrismaðurin. Endamálið við fundinum í London var at royna at byrja samráðingar um nýtt býti av norðhavssildini. Tað er ikki endamálið við makrelfundinum í Reykjavík. Endamálið við tí fundinum er meira at halda gongd í makrelmálinum. Ísland, sum ES hóttir við handilsforðingum viðvíkjandi makreli, hevur boðið til fundar í Reykjavík. Kári Sverrison starvast sum lærari í Sankta Frants Skúla, men føroyingar kenna hann helst best sum sangara í bólkunum Enekk og Orka. 16 ára gamla gentan, sum 21. november í fjør varð funnin deyð við byrgingina millum Norðdepil og Hvannasund, var druknað. Politiið boðar í tíðindaskrivi í dag frá, at rættarlæknaliga obduksjónin, sum varð gjørd í gjár, kom til somu niðurstøðu, sum rættarlæknaliga líkskoðanin kom fram til í november í fjør. Politiið avgjørdi fyrr í vikuni at grava upp líkið av gentuni fyri at gera eina rættarlæknaliga obduksjón av gentuni. Hetta var eitt neyðugt stig at taka fyri at binda um heilan fingur, skrivar politiið í tíðindaskrivinum. Deyðstilburðurin verður nevniliga knýttur saman við ógvusliga brotsverkið í Norðdepli í juli mánað, tá 4 fólk vórðu stungin. Tann 18 ára gamli skuldsetti varðhaldsfongslaði persónurin í hesum máli og druknaða gentan høvdu gingið saman í eitt tíðarskeið. At noyðast at grava líkið uppaftur, var eitt stórt stig at taka, og fylgja nógvar sálarligar kenslur í kjalarvørrinum av hesum fyri tey avvarðandi, skrivar Bergleif Brimvík, kriminalovasti, í tíðindaskrivinum, og takkar fyri stuðul í málinum. Andstøðan vil hava løgmann frá fyri handfaringina av tunnilsmálinum. Men enn er ógreitt, um hon fer at leggja misálit fyri tingið, ella um hon fer at biðja um kanningarstjóra. Tað er ivasamt, um vit fáa meiriluta fyri einum misáliti, men møguleikin átti at verið royndur kortini, sigur Poul Michelsen, formaður í Framsókn. Andstøðan kann leggja misálit eftir grein 30 í stýrisskipanarlógini. Men tá er kravið, at vanligur meiriluti er fyri tí í tinginum. Samgongan hevur í løtuni 19 tinglimir og andstøðan 14, so hetta er lítið sannlíkt, uttan so at onkur í samgonguni atkvøður saman við andstøðuni. Vit hava eina dóttir, sum nú er farin í forskúla her aftaná summarferiuna. Men vit ivaðust leingi, um hetta var tað rætta fyri hana. At vit so kortini valdi ta loysnina kemur av, at vit halda, at hon hevur kett seg nokkso nógv hetta seinasta árið í barnagarðinum. Henni dámar væl at skriva bókstavir og tøl og annað men eg haldi ikki, at hetta fekk so høga raðfesting í barnagarðinum. Hvat heldur tú um hetta Búskaparráðið ivast í, um tað fer at eydnast landsstýrinum at fáa hallið í fíggjarlógini burtur í 2016. Sambært karminum hjá landsstýrinum skulu sparingar fyri 129 milliónir krónur gerast, og nýggjar inntøkur fáast fyri 179 milliónir næstu trý árini. Pensiónsuppsparing føroyinga við árslok 2011 var 7,7 milliardir krónurSamanborið við Danmark lutfalsiga eftir fólkatalinum skuldi hon verið 29 milliardir krónur Áttu føroyingar til dømis 29 milliardir krónur í pensiónsuppsparing, hevði onkur av hesum milliardum verið brúktar til lønsamar íløgur í føroyska vinnulívið, og minni tørvur hevði tá verið á útlendskum kapitali í Føroyum til undirsjóvartunlar ella grøna orku, sigur Búskaparráðið Landsnevndin í Sjálvstýrisflokkinum fer mánadagin at hava fund um politisku støðuna, og um flokkurin skal halda fram í samgonguni, eftir at landsstýrismaðurin floksins, Kári P. Højgaard, varð koyrdur frá í gjár. Kári P. Højgaard segði í gjár, at Sjálvstýrisflokkurin kann ikki halda fram í samgongu, eftir at hann er koyrdur úr landsstýrissessinum, og tað er henda spurning, ið flokkurin fer at viðgera mánadagin. Skopuningurin, Sakaris Stórá, leggur í hesum døgum seinastu hond á nýggjasta film sín, Vetrarmorgun, sum hevur frumframsýning 12. september á bókasavninum á Sandi. Føroya rættur avgjørdi at leingja fongslingina av 18 ára gamla manninum, ið er skuldsettur fyri drápsroynd, tá fýra fólk vóru stungin við knívi í Norðdepli í juli mánaði. Varðhaldsfongslingin var úti í dag, men rætturin avgjørdi at leingja fongslingina fýra vikur, so løgreglan fær betri stundir at kanna málið og arbeiða víðari við einum møguligum ákæruriti móti manninum. Føroysku spælararnir vóru alt annað enn nøgdir, tá dómarin úr San Marino, Johnny Casanova, bríkslaði fyri brotssparkið til Kasakstan tíðliga í seinna hálvleiki. Á sjónvarpsmyndunum tóktist ónøgdin eisini væl grundað, tí tað sá út sum, at leikarin hjá Kasakstan datt uttan at nakar føroyingur kom undir hann. Kasakstan javnaði til 1 1 við brotssparkinum. Tað gingu ikki nógvir minuttir, so var 2 1 til Kasakstan, sum eisini bleiv endaliga úrslitið. Føroyar vóru annars á odda 1 0 í hálvleikinum við máli frá Fróða Benjaminsen. Sum heild var talan um ein javnan dyst, har kasakstanar tó høvdu flest málmøguleikar. Jónas Tór Næs fekk gula kortið, og tí hevur hann leikbann til dystin móti Týsklandi, sum verður týsdagin. Búskaparráðið stúrir fyri skeivu fólkasamansetingini, og teimum avleiðingum, ið vaksandi talið av eldri fólki fer at hava á búskapin. M.a. er støðan tann, at pensjónssamansparingin í Føroyum er nógv lægri enn í grannalondum okkara, og tí verður tað landskassin, sum má gjalda pensjónirnar. Men gjalda við hvørjum tá skattainntøkurnar minka, tí færri vera á arbeiðsmarknaðinum Sí frásøgn av Viðareiði um rembingarnar í jørðini og samrøðu við Bartal Højgaard, jarðfrøðing, sum var gestur í sjónvarpsstovuni, Hann verður millum annað spurdur um mátingarnar, ið verða gjørdar í prestagarðinum í Ónagerði. Vangamyndin í Degi amp Viku í gjárkvøldið var ein ungur skopuningur, sum ætlar sær at liva av at gera film. Og at liva av at gera film ikki í Hollywood men í Skopun. Landsstýrismálanevndin kannar nú, um tað ber til hjá henni at kanna embætisførsluna hjá Kára P Højgaard, nú hann er koyrdur frá sum landsstýrismaður. Nevndin avgjørdi í vikuni at kanna, hví Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, ikki gav tingmonnunum, Akseli V. Johannesen og Høgna Hoydali, tøl hjá Landsverki, tá teir í juni spurdu hann um Eysturoyartunnilin. Men hetta var, áðrenn løgmaður koyrdi landsstýrismannin úr starvi. Og nú er ikki vist, hvussu verður við kanningini, tí landsstýrismaðurin er koyrdur til hús, sigur forkvinnan í landsstýrismálanevndini, Sirið Steenberg. Landsstýrismálanevndin hevur tríggjar limir Tveir úr samgonguni, sum eru Joen Magnus Rasmussen úr Fólkaflokkinum og Rósa Samuelsen úr Sambandsflokkinum. Og so Sirið Steenberg úr Tjóðveldi. Uppgávan hjá landsstýrismálanevndini er at hava eftirlit við, at landsstýrið tað eru løgmaður og landsstýrisfólk útinna sítt starv á lógligan hátt. Hevur nevndin illgruna um óreglusemi í fyrisitingini hjá teimum, so kann hon krevja, at ein kanningarstjóri verður settur at kanna málið víðari. Enn er ógreitt, um uttanflokkatingmaðurin, Janus Rein, verður partur av samgonguni, ella um hann fer upp í onkran av andstøðuflokkunum. Janus Rein sigur, at hann ætlar sær upp í ein flokk. Hann vil ikki siga hvønn, men avgerðin verður tikin í hesum árinum. Janus Rein varð upprunaliga valdur á ting fyri Framsókn, men í oktober í fjør avgjørdi at taka seg úr flokkinum og gerast uttanflokkatinglimur. Nógvar gitingar hava verið um, at Janus Rein ætlar sær upp í Fólkaflokkin, tað er ein av stóru samgonguflokkunum. Í gjár segði Janus Rein, at hann fer neyvan at hjálpa andstøðuni at fáa sett ein kanningarstjóra at kanna embætisførsluna hjá løgmanni í tunnilsmálinum. men at tað skal vera tekin um, at hann ætlar sær upp í Fólkaflokkin, vísir hann aftur. Andstøðan hevur brúk fyri atkvøðuni hjá Janusi Rein, um hon skal kunna krevja ein kanningarstjóra. Grein 38, stykki 2, í stýrisskipanarlógini ásetur, at tveir fimtingar av løgtinginum kunnu krevja kanningarstjóra at kanna, um fyrisitingin hevur útint eitt ávíst mál á lógligan hátt. Tað merkir, at 14 tinglimir skulu atkvøða fyri at seta ein kanningarstjóra. Andstøðan telur 14 tilsamans tingfólk í løtuni. Og tí er atkvøðan hjá Janusi Rein neyðug fyri at fáa kanningarstjóra, um ikki andstøðan skal leita sær inn í samgonguna eftir neyðugu atkvøðuni. Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, segði við Kringvarpið í gjár, at andstøðan tosar saman og umrøður møguleikarnar fyri misáliti ella kanningarstjóra. Men lítið samband tykist veramillum andstøðuflokkarnar og Janus Rein, uttanflokkatingmann. Formansskapurin hevur fund fyrrapartin týdagin, og eitt av evnunum á fundinum er quot Reglugerð í sambandi við pappírsleyst løgting quot . Jógvan á Lakjuni, tingformaður, sigur við tíðindaportalin in.fo , at ein partur av hesum er, at øll tingfólk í næstum fáa útflýggjað hvør sín teldil, sum eftir ætlan skal avloysa ein stóran part av pappírinum, ið verður brúkt í tingarbeiðinum. Hetta er ikki nakað eindømi, og eitt nú havi eg skilt, at á Christiansborg hava tey spart úti við helmingin av pappírsnýtsluni, síðani tey fóru at nýta teldlar í tingarbeiðinum. Her heima hava vit havt ein bólk við eini 4 5 tingfólkum, sum saman við umsitingini hava gjørt royndir, og nú er tíðin komin til at víðka hetta, so tað fevnir um alt løgtingið, sigur løgtingsformaðurin við in.fo . Tað kann væl hugsast, at meðan yngri tingfólk skjótt taka við hesum, so eru vit kanska nøkur eldri, sum ikki eru eins skjót at venja. Og krevur eitt tingfólk at hava pappír at lesa og arbeiða við, so kann hetta sjálvandi ikki noktast, sigur Jógvan á Lakjuni, tingformaður. Tað verður dult sum mansmorð, hvør hevur sæð sáttmálan hjá Copenhagen Infrastructure Partners um Eysturoyartunnilin. Tað ber nevniliga ikki til at fáa at vita frá felagnum, hvør er sloppin at síggja sáttmálan. Heldur ikki, hvør hevur fingið tilboð um at síggja sáttmálan. Kringvarpið hevur vent sær til advokatin hjá CIP, Inga Højgaard, fyri at fáa at vita, hvussu nógv eru sloppin at síggja sáttmálan hjá felagnum, og hvørji tey eru. Kringvarpið spurdi eisini, hvør hevði fingið tilboðið at síggja sáttmálan um tað bara vóru løgtingslimir, sum høvdu fingið tilboðið. Føroyski advokaturin svarar, at spurningar til CIP skulu vendast til Michael Carlsen, kunningarstjóra hjá PensionDanmark, sum ger íløgur gjøgnum CIP. Men danski kunningarstjórin svarar, at tey hava ongar viðmerkingar til spurningarnar hjá kringvarpinum. Vit hava lagt eitt uppskot fram um at fíggja, byggja og reka tunnilin. Og nú stendur tað til politikararnar at gera av, um teir vilja hava hesa loysnina ella ikki. Freistin hjá politikarum at síggja sáttmálan um Eysturoyartunnilin var úti týsdagin. Politikarar, sum bóðu um at sleppa at síggja sáttmálan, fingu at vita frá CIP, at teir skuldu skriva undir eina trúnaðarváttan eitt skjal um tagnarskyldu. Sambært hesum skjalinum binda politikararnir seg til eina víðfevnda tagnarskyldu. Teir sleppa ikki at almannakunngera ella geva víðari innihaldið í sáttmálanum. Heldur ikki upplýsingar, sum frammanundan eru alment kendar. Tagnarskyldan er galdandi, til partafelagið Eysturoyartunnilin skrivliga gevur loyvi til, at upplýsingarnar kunnu almannakunngerast, ella latastt víðari. Tað er ógreitt, hvat hendir við sáttmálanum við Copenhagen Infrastructure Partners. Eftir ætlan skuldi hann undirskrivast í juni, men orsakað av politiskum rumbuli um sáttmálan, varð málið útsett. Løgmaður vildi hava nýggja lógarheiomild til landsstýrismannin at skriva undir sáttmálan, og tí endaði málið í tinginum aftur. Eisini onnur uppskot liggja í løgtinginum um at byggja Eysturoyartunnil. Í vikuni boðaði løgmaður frá, at semja er ikki um nakað av uppskotunum um Eysturoyartunnil heldur ikki, um tað skuldi lata CIP einkarættin at byggja tunnilin. Ein arbeiðsbólkur við formonnunum í samgonguflokkunum og embætisfólkum úr Landsverki, Innlendismálaráðnum, Vinnumálaráðinum, Fíggjarmálaráðnum og Løgmansskrivstovuna er settur at viðgera tunnilsmálið av nýggjum. Bólkurin skal hava eitt uppskot til loysn klárt um góða viku. Fríggjakvøldið vóru mykinesmenn og avbygdamenn í Mykineshólmi eftir Súlu. Hesa ferð vóru tvey ár síðani Súla seinasta varð tikin í oynni, tí tað hevur ikki viðrað at tikið Súlu síðani 2011. Veðrið í ár hildnaðist hinvegin avbera væl og ein bátur við 52 avbygdamonnum kom í oynna stutt undan at farið varð at taka Súlu fríggjakvøldið. Til samans vórðu tiknar 405 Súlur tiknar, sum er nakað minni enn tølini fyri undanfarin ár. Her er ein myndarøð, ið varð framleidd, tá farið varð eftir Súlu í oynni um vikuskiftið. Inntøkurnar hjá landskassanum eru øktar nærum 30 milliónum krónur fyrstu átta mánaðirnar í ár samanborið við í fjør. Øktu inntøkurnar koma frá avgjøldum. Tað vísir ein uppgerð frá TAKS. Uppgerðin vísir eisini, at tað eru serliga skrásetingargjøldini av bilum og ferðaavgjøldini, ið eru vaksin í ár í samanborið í fjør. Tað merkir, at føroyingar keypa fleiri nýggjar bilar og ferðast meiri. Landskassin hevur fingið 17 milliónir krónur meira inn í skrásetingargjøldum av akførum enn sama tíðarskeið í fjør, meðan ferðaavgjaldið er økt hálva triðju millión sama tíðarskeið. Nærum 17 milliónir krónur fleiri eru komnar inn í meirvirðisgjøldum í ár. At inntøkurnar frá meirvirðisgjaldinum eru hækkaðar, hevur eisini við sær, at inntøkurnar frá samlaðu innflutningsgjøldum eru vaksnar fyrstu átta mánaðirnar. Landskassin hevur higartil í ár fingið eina milliard og 31 milliónir krónur í ymiskum innflutningsgjøldum samanborið við eina millard og 16 milliónir í fjør. Innflutningsgjøld eru punktgjøld, innflutningsmvg og tollavgjøld, meðan skrásetingargjald, ferðaavgjald, brennioljugjald og framleiðslugjald eru umsetningsgjøld. Meira enn helvtin av børnunum, sum verða fødd í Føroyum, eru fødd uttan fyri hjúnalag. Tað vísa hagtøl hjá Landslæknanum, sum millum annað skrásetur viðurskifti viðvíkjandi føðingum í Føroyum. Í fjør vóru 57,9 prosent av nýføddu børnunum fødd uttan fyri hjúnalag. Hagtølini hjá landslæknanum ganga aftur til 2000, og ongantíð hetta tíðarskeiðið hevur talið á nýføðingum, sum ikki hava gift foreldur, verið so stórt. Í 2000 vóru bara 41,1 prosent av børnunum fødd uttan fyri hjúnalag. Árini eftir lá talið nøkulunda um 50 prosent, men seinastu trý árini eru tað alt fleiri, sum koma í verðina uttan fyri hjúnalag. Í 2011 var talið 57,5 prosent, og í 2010 var tað 46,7 prosent. Gásadalur er vestasta bygd í Vágum. Hon lá leingi uttan fast samband við umheimin. Gangast kundi upp um fjøll ella siglast til og úr bygdini, men lendingaviðurskiftini vóru trupul. John Joensen í Gásadali sigur frá umstøðunum og greiðir frá søgum og staðarnøvnum fram við landinum norð á Víkar. Norðantil á oynni eru Víkar og Viðvík. Eitt skifti búðu fólk á Víkum. Viðvík beint eystanfyri var sera gott rekapláss. Í vár og summar hevur nógv tos verið um at sýta kvinnum at geva bróst á almennum støðum. Eg gevi mínum triðja barni bróst beint nú. Onkur heldur eg skal fara til síðis, men eg sigi bums nei hvør hevur rætt Hví vilja kvinnur ikki lata tað húsliga frá sær, samstundis sum tær ynskja so innarliga, at maðurin skal taka ábyrgd og gera meira heima við hús Tað spyr ein maður, sum ikki skilir, hví hann skal rudda upp á hennara máta. Ein kvinna undrast yvir, at vinkonan ikki fær síni egnu ting við út úr húsinum aftan á hjúnarskilnað, meðan ein annar lurtari er um at sálast yvir, at fólk verða sett í bás út frá sínum ættarbondum. Hvat er tað fyri nakað, spyr viðkomandi. Hesi eru evnini í hesi fyrstu Also sendingini í nýggju vetrarskránni. Gestirnir hesaferð eru Andras Sólstein, Durita Nolsøe og Bergur Debes Joensen. Í dag hoyra vit søguna um Ernst, sum børnini í Frítíðarskúlanum í Smílið Býlinum hava skrivað. Tey siga frá og eru leikarar. Henry á Fríðriksmørk hevur sett saman og gjørt tónleikin til Eingin semja fekst um makrelin á fundinum hjá strandarlondunum í Reykjavík. Londini hittast aftur 23. til 25.oktober í enn eianri roynd at loysa makreltrætuna, sum nú hevur vart í nøkur ár. Ísland gav hinum strandarlondunum, Føroyum, Norra og ES, fundarboð. Fundurin í Reykjavík byrjaði leygarmorgurnin og helt fram fyrrapartin í gjár. Ísland vónar framvegis, at ES fer ikki at seta í gildi handilsforðingar móti makreli úr Íslandi, so leingi samráðingarnar eru ikki slitnaðar. Fyri fundin í Reykjavík segði Maria Damanaki, ES fiskivinnukommisserur, at ES og Norra hava longu lagt fram uppskot um, hvussu heildarkvotan skal býtast millum londini. ES og Norra bíða nú eftir svari úr Føroyum og Íslandi, segði Maria Damanaki. Hon segði, at ES fer á fundin og er til reiðar at samráðast. Allir partar eiga at vera jaligir í samráðingunum, segði hon. At ein partur tekur stig, sum hinir partarnir ikki taka undir við, er ikki rætta leiðin, segði Maria Damanaki eisini. Tá hon nevndi tiltøk, sum hini londini ikki taka undir við, sipaði hon til kvoturnar, sum Føroyar og Ísland hava ásett sær sjálvum, ikki til boykottið móti Føroyum. Føroyar og Ísland halda seg eiga meira makrel enn ES og Norra siga. Færri flogfør eru komin og farin í Vágum í ár enn í fjør. 500 færri fráferðir og komur hava verið í ár, upplýsir Vága floghavn. Minkingin er 14 prosent. Í ár er eingin flúgving í sambandi við oljuleiting við Føroyar. Sambært tølunum hjá flogvøllinum er vøksturin í ferðafólkatalinum farin at minka. Til 1.september var vøksturin 5,6 prosent. Men í august var hann bara 2,1 prosent samanborið við august í fjør. Føroyingar í Íslandi og onnur við fingu sær eitt kók ella bæði tvey, tá ein grind av sínum eintingum gjørdi landgongd á Snæfellsnesi leygardagin. Stívliga 30 hval lógu eftir í fjøruni, og nógv fólk fingu sær tvøst. Eisini í Íslandi verður ávarað móti at eta tvøst av grindahvali, tí tað er so dálkað. Kvinnur, sum eru við barn, og sjúk fólk eiga ikki at eta grindatvøst, ljóðar staðiliga ávaringin frá einum lívfrøðingi í Íslandi. Tvøst kann eisini hava ringa ávirkan á immunverjuna, órininverjuna, hjá fólki. Illveður var leygardagin, tá ein grind kom inn í havnina á Rifi á Snæfellsnesi. Yvir 30 hvalir endaðu uppi í fjøruni. Stórtingsval er í Noreg í dag, og allar veljarakanningar benda á, at Erna Solberg, úr flokkinum Høgra, fer at vinna valið. Jens Stoltenberg úr Arbeiðaraflokkinum hevur verið forsætisráðharri í átta ár, og tí fara norðmenn væntandi at vraka hann. Kortini eru nógvir norðmenn sum ikki hava tikið endaliga støðu, og Arbeiðaraflokkurin roynir til tað seinasta at fáa atkvøðurnar frá teimum umleið 700.000 veljarunum, sum siga seg ikki hava tikið støðu. Valstríðið hevur ikki verið serliga lívligt. Orsøkin til tað er, at oljan hevur givið norðmonnum mestsum alt, teir vilja hava, og norska fólkið er nøgt. Miðlarnir tykjast eisini samdir um, at vinna Erna Solberg og Høgriflokkurin valið, so er tað ikki tí ,at norðmenn eru misnøgdir við Jens Stoltenberg, men heldur vilja hava nýggj andlit í stjórnarbygningin. Jens Stoltenberg megnaði at stýra Noregi uttan um búskaparkreppuna, sum rakti meginpartin av Evropa. Men tað tykist ikki, sum hansara orð um uppaftur størri vælferð rína við fólk longur. Borgarligi vongurin hevur rikið valstríð við at lova at lækka skattin, seta fleiri kvrøv til skúlarnar og gera tað lættari hjá privatum sjúkrahúsum at virka. Tað kann gerast lættari sagt enn gjørt hjá Ernu Solberg at skipa stjórn, tí hinir báðir borgarligu flokkarnir, Kristiligi Fólkaflokkurin og Framburðsflokkurin, eru rúkandi ósamdir í flestu málum. Tí hevur Jens Stoltenberg eisini boðað frá, at hann er fúsur at halda fram sum forsætisráðharri, um borgarligu flokkarnir ikki kunnu semjast um eina samgongu. Tíðin er farin frá eini fólkakirkju, sum roynir at stýra sínum limum. Kirkjan hevur fult álit á, at fólk vita best sjálvi, hvørjar mannagongdirnar eru, tá tey skulu seta føtur undir egið borð, stovna familju og giftast. Tað sigur Jógvan Fríðriksson, biskupur, nú tøl frá landslæknanum vísa, at meira enn helvtin av børnunum, sum verða fødd í Føroyum, eru fødd uttan fyri hjúnalag. Í fjør vóru 57,9 prosent av nýføddu børnunum fødd uttanfyri hjúnalag. Hagtølini hjá landslæknanum ganga aftur til 2000, og ongantíð hetta tíðarskeiðið hevur talið á nýføðingum, sum ikki hava gift foreldur, verið so stórt. Hóast danski Javnaðarflokkurin hevur framgongd í seinastu veljarakanningini, so missa hinir stjórnarflokkarnir undirtøku, og tí tykist tað vera torført hjá stjórnini at taka veljarar frá andstøðuni. Sambært seinastu veljarakanningini fær Javnaðarflokkurin sløk tvey prosenstig meir, enn fyri einum mánaði síðani, men tá hinir stjórnarflokkarnir, Radikali flokkurin og SF, missa tað sama, er støðan ikki broytt. Stuðulsflokkurin, Eindarlistin, missir eisini atkvøður, og tí er undirtøkan hjá stjórnini minni nú, enn fyri einum mánaði síðani. Vinstri er framvegis størsti flokkurin í fólkatinginum, og hevði fingið sløk 31 prosent av atkvøðunum, um val var nú. Liberala Alliansa hevur eisini framgongd, men Konservativi flokkurin hevur ilt við at fóta sær, og kemur so dánt upp um tinggáttina. Danski fólkaflokkurin hevur eisini eina lítla afturgongd, men flokkurin er kortini betur umtóktur, enn á valinum fyri tveimum árum síðani. Tað er slíkur gravgangur eftir vørunum í endurnýtsluhandlinum hjá Dugna á Hjalla, at biðirøð er uttanfyri hvønn dag, tá handilin letur upp. Morgunsendingin var fríggjadagin og fregnaðíst fyri at vita hvat tað er, sum er so áhugavert at keypa har. Heima hjá okkum hava vit ein Ipad ella teldil, sum vit øll brúka. Mítt gjaldskort er knýtt at teldlinum, tí mær dámar væl at keypa nýggjar filmar. Eg gevi eisini børnunum loyvi at keypa spøl, men seinasta mánaðin vóru fleiri hundrað krónur trektar av mínum korti, tí tey høvdu keypt øll møgulig spøl. Mín spurningur til Brúkaraumboðið er Hvat sker og hvussu kann eg fylgja við, so ikki ov nógvar flytingar vera gjørdar av mínum korti Gestur í Morgunsendingini í morgun var Marjun í Kálvalíð, sum verður nýggjur prestur í Norðstreymoyar og Vága prestagjaldi, og samstundis flytir hon til Vestmanna at búgva. Marjun í Kálvalíð verður prestvígd í Dómkirkjuni næsta sunnudag. Gudmundur Joensen bleiv um vikuskiftið nummar átjan í HM í Ironman. Samlaða tíðin bleiv 4 tímar, 32 minuttir og 24 sekund. Gudmundur Joensen hevði áðrenn kappingina sett sær fyri at fáa betri úrslit, men hann er hóast alt nøgdur. Á Facebook vanganum hjá sær, skrivar hann soleiðis Koyrdi í dag World Championship í M30 34 ár í ironman 70.3. Eg bleiv nummar 18 av 210 monnum í allir hava kvalifiserað seg til kappingina. Eg koyrdi nakað seinni enn eg hevði væntað og vónað, men soleiðis er, tá man satsar høgt veit man eisini at tað kann fara í hina grøvina, og tað gjørdi tað eitt sindur í dag. Men eg havi koyrt væl í ár, bæði í Lissabon og til oyggjaleikir vísti eg super høgt støð,i og eg fekk eisini eitt heilt ok úrslit í dag. H óast eg ikki eri heilt nøgdur ídag, so er tað einki at gráta yvir, men skriva aftan fyri oyra, hvat burdi verið betri, ella venja øðrvísi. DEN SOM INTET VOVER, INTET VINDER Hoyrast folks og takk fyri stuðulin tit øll, tað ger veruliga mun Hósdagin í næstu viku er freistin hjá ES farin at tilnevna dómara í altjóða gerðarrættin um handilsforðingarnar hjá ES móti Føroyum. Tá tað er gjørt, skulu partarnir finna tríggjar dómarar afturat í gerðarrættin. Eydnast ikki at fáa semju um tað, verður forsetin í Altjóða havrættardómstólinum í Hamborg biðin um at finna dómararnar. Gerðarrætturin, sum Føroyar hava byrjað, verður settur á stovn samsvarandi havrættarsáttmálanum hjá ST. Føroyar bóðu um, tá boðað varð frá gerðarrættinum, at stigið hevði steðgandi virknað, so boykottið steðgar alt fyri eitt. Men tað vil ES ikki. Føroyar heita á gerðarrættin um at staðfesta í úrskurði sínum, at ES hevur brotið sína samráðingarskyldu við at nýta handilsforðingar, tá ein ferðandi fiskastovnur skal umsitast. Gerðarrætturin verður eisini biðin um at áleggja ES at taka aftur hóttanirnar um boykott. Landsstýrið tók stigið, meðan ES enn hótti við handilsforðingum. Eina viku eftir at ES umsitingin fekk skjølini um gerðarrætt úr Føroyum, vórðu handilsforðingarnar settar í gildi á midnátt týskvøldið 27.august. Almannaverkið hevur givið níggju starvsfólkum ætlanarskriv um uppsøgn, tí stovnurin tillagar og umraðfestir sítt virksemi. Uppsagnirnar raka størv í fyrisitingini og ávirka tí ikki tænasturnar til borgararnar beinleiðis. Játtanin til Almannaverkið í 2014 verður tann sama sum í 2013, og nú borgaratænasturnar eru uppraðfestar, mugu onnur økir niðurraðfestast, so stovnurin kann halda játtanina. Við uppsagnunum slepst undan eini meirnýtslu upp á 3,3 milliónir krónur í 2014, sigur virkandi stjórin, Eyðun Mohr Hansen, í tíðindaskrivi. Uppsagnirnar raka í høvuðsheitum økir, sum í dag krevja færri starvsfólk enn áður, tí tøknin er ment, og tí lógarverkið er broytt soleiðis, at tørvur er á færri fólkum at umsita tað, sigur Eyðun Mohr Hansen. Uppsagnirnar eru eisini ein liður í at laga stovnin til nýggjar tíðir. Í sambandi við umskipanirnar í Almannaverkinum hevur fleiri ferðir verið boðað frá innanhýsis, at umskipanirnar fóru at hava við sær tillagingar í virkseminum. Tillagingin er sostatt partur av teirri gongd, sum hevur verið í umbúna. sigur virkandi stjórin. Streethandball er danskt spæl, har tað ikki verður kappast á nakran hátt. Tað ræður um at hjálpa børnum, sum hava motoriskar trupulleikar. Sjálvstýrisflokkurin fer seinnapartin á fund at viðgera, um hann skal halda fram í samgonguni, eftir at løgmaður hósdagin koyrdi Kára P. Højgaard frá sum landsstýrismann eftir rumblið um Eysturoyartunnilin. Psykiatriski depilin skrásetti í fjør nógv fleiri tilburðir við tvingsli enn áður. Fleiri tvingsilsinnleggingar og fleiri fastspenningar fáa samlaða talið at hækka. Á psykiatriska deplinum vórðu tvingsilstilburðirnir í fjør millum annað, at 12 fólk vórðu tvingsilsinnløgd. Tað kom eisini fyri 12 ferðir í fjør, at tað varð sýtt fólki at sleppa útaftur av deplinum, tá ið tey sjálv vildu. Og so var tað í 14 førum hildið at vera neyðugt at spenna fólk føst. Sendingin eitur Reiðrið og er ein fjølbroytt ungdómssending, sum verður at hoyra í KvF hvørt sunnukvøld frá kl. 20 til 21. Vertir eru Rannvá Egholm og Eir Nolsøe. Í fyrstu sendingini varð tosað millum annað við Adam Andreassen og Símun Petur Venned, sum ikki heilt eftir ætlan gjørdist ungir pápar. Vit finna útav, hvat Brynhild Thomsen hevði ynskt, at hon visti, tá hon var 18. Og Anný Djurhuus frá Fjøllini Dansa tosar um øðrvísi myndarøðir, og hvussu tað er at vaksa upp í Runavík, tá mann er tann einasti við svartari varrastift og blómukransi í hárinum. Tað kostaði skattagjaldaranum yvir 700.000 krónur, at stjórin, Petra Johnsdóttir Joensen í juni í ár varð søgd úr starvi, og nú í septembur kostaði tað áleið tað sama at siga deplisstjóran í almannaverkinum, Gunnleyg Durhuus, úr starvi. Eyðun Mohr Hansen, virkandi stjóri í Almannaverkinum, leggur kortini dent á, at hann ikki hevur sagt níggju vanligum starvsfólkum upp fyri at fáa ráð til at gjalda Petru Johnsdóttir Joensen og Gunnleyg Durhuus fráfaringarløn. Floksleiðslan hevur sitið á fundi á Glyvrum síðani klokkan fimm seinnapartin, og tá fundurin endaði fyri løtu síðani, segði Kári P. Højgaard, floksformaður, at niðurstøðan er, at Sjálvstýrisflokkurin fer úr samgonguni. Føroyar hava fingið boðið tvífalt so stóra makrelkvotu frá ES, men føroyingar tóku ikki av tilboðnum. Og Føroyar vilja ikki samstarva við hini londini um uppsjóvarstovnarnar. Tí var neyðugt við revsiátøkunum. Um nakar heldur, at Paul Watson og djóraverndarfelagsskapurin Sea Shepherd hava gloymt alt um Føroyar og grindadráp eftir miseydnaðu ferðina til Føroya í 2011, sum mugu tey halda umaftur. Heimasíðan hjá Sea Shepherd í Stórabretlandi hevur júst kunngjørt, at felagsskapurin ætlar sær aftur til Føroya komandi ár, fyri at leggja seg út í grindadráp í eini roynd at fáa føroyingar at gevast við at drepa grind. Ses Shepherd fylgir væl við í føroyska grindadrápinum, tí allar grindirnar, ið eru hildnar til seinastu tveir mánaðirnar, eru beinleiðis orsøkin til, at Sea Shepherd kemur aftur til Føroya. ldquo 1136 hval hava latið lív upp á einans 36 dagar orsaka av ómenniskjaligu framferðini hjá føroyingum. Eisini 430 springarar vórðu tiknir av døgum. Tí setir Sea Shepherd nú í verk eina nýggja herferð móti ldquo Ræðuligu oyggjunum Ferocious Isles , stendur millum annað á heimasíðuni hjá Sea Shepherd í Stórabretlandi. Sea Shepherd lovar, at herferðin GRINDSTOP 2014 verður tann mest víttfevnandi, málrættaða og langdrigna herferðin móti Føroyum og grindadrápinum higartil. Ætlanin er at vera í Føroyum í háárstíðini fyri grindadráp frá juni til september, stendur á heimasíðuni. Stigtakarin til GRINDSTOP 2014 herferðina er Robert Read, umhvørvisgranskari og leiðari fyri Sea Shepherd í Stórabretlandi. Hvør leikluturin hjá Paul Watson verður stendur einki um. Leikluturin hjá Sjálvstýrisflokkinum var útspældur, heldur Kári P. Højgaard, formaður í Sjálvstýrisflokkinum, eftir at flokkurin í gjárkvøldið tók seg úr samgonguni. Kári P. Højgaard fer í dag skrivliga at boða løgmanni frá avgerðini at fara úr samgonguni. Sjálvstýrisflokkurin skilir ikki, at løgmaður koyrir landsstýrismannin frá, samstundis sum løgmaður staðfestir, at landsstýrismaðurin einki skeivt hevur gjørt. Soleiðis sum samgongan hevur handfarið málið, kann Sjálvstýrisflokkurin ikki halda fram í samgongusamstarvinum, sigur flokkurin í niðurstøðuni á fundinum í gjárkvøldið. Nú eru tríggir flokkar eftir í samgonguni, og meirilutin hjá henni er tódnaður. Samgongan hevur nú 18 tinglimir, Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin hava átta hvør og Miðflokkurin tveir. Støðan hjá Miðflokkinum er styrkt, tí spælir Miðflokkurin ikki við, hevur samgongan ikki meiriluta í løgtinginum. Annar tingmaðurin hjá Miðflokkinum, formaður floksins, Jenis av Rana, hevur oftari enn eina ferð funnist at politikkinum hjá samgonguni. Nýggjasta dømið er privati Eysturoyartunnilin. Og støðan hjá andstøðuni er eisini styrkt, tí nú noyðist hon ikki at fáa Janus Rein, uttanflokkatingmann, við, tá stig skulu takast, sum krevja samtykki hjá tveimum fimtingum av teimum 33 tingfólkunum. Tveir fimtingar eru 14 tingfólk. Við Kára P. Højgaard eru nú 14 í andstøðuni, tá Janus Rein ikki er taldur við. Til dømis kunnu tveir fimtingar av løgtinginum, 14 tingfólk, krevja og atkvøða fyri, at kanningarstjóri verður settur at kanna fyrisitingina hjá landsstýrisfólkum ella løgmanni. Fyrilbils skal andstøðan tó ikki telja Kára P. Højgaard við har, tí hann segði við Útvarpið í gjár, at nú skal løgmaður fáa frið at loysa tunnilsmálið. Enn er ikki greitt, hvør tekur við Innlendismálaráðnum, nú Sjálvstýrisflokkurin fór úr samgonguni í gjárkvøldið. Ein møguleiki er, at innlendismálini verða flutt einum øðrum aðalráði at umsita tað, sum eftir er av hesum valskeiðinum. Ein annar møguleiki er, at málsøkini hjá Innlendismálaráðnum verða býtt millum nøkur aðalráð. Innlendismálaráðið umsitur løgmál, kommunumál, samferðslumál og náttúrumál. Sambært løglistanum hjá landsstýrinum, sum løgtingið fekk ólavsøkudag, ætlar Innlendismálaráðið at leggja fram tíggju lógaruppskot í hesi tingsetuni. Tað eina er longu komið í tingið Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um einkarætt til at byggja, reka og fíggja undirsjóvartunnil undir Skálafirði og Tangafirði. Ein depil til børn og ung við serligum avbjóðingum skal byggjast í Sandoynni.Depilin verður fyri alt landið. 12,4 milliónir krónur eru settar av til verkætlanina, og virknis og umlættingardepilin skal vera liðugur í 2016. Málið var á landsstýrisfundi í gjár, og Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, fer nú at leggja uppskotið fyri løgtingið. Ein bygginevnd hevur gjørt byggiskrá. Átta kømur vera í deplinum umframt felagshøli til 15 fólk. Fyrrapartin skal løgmaður í samráð í Uttanlandsnevndini. Hann er biðin um at greiða nevndini frá, hvussu gongst við at yvirtaka loftrúmið yvir Føroyum, nú ES hevur boðað frá, at eitt felags ES loftrúm skal skipast. Og løgmaður er biðin um at greiða nevndini frá, hvørjar ætlanir og fyrireikingar landsstýrið hevur gjørt fyri at byrgja upp fyri avleiðingunum, nú ES hevur sett Føroyum handilsforðingar. Og Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, vil sleppa at ráðføra seg við Fíggjarnevndina, tí røktarheimið í Vágum hevur brúk fyri pengum alt fyri eitt til átroðkandi umvæling. Pengar eru settir av til at umbyggja og umvæla røktarheimið á Sýnini í Vágum. Teir kunnu tó ikki brúkast uttan verklagslóg, og hon er ikki komin í tingið enn. Landsstýriskvinnan fer tí í dag at spyrja Fíggjarnevndina, um til ber til at brúka nakað av pengunum til átroðkandi umvæling uttan at bíða eftir verklagslógini. Tingfundur verður klokkan hálvgum tvey í dag. Í morgin ella hósdagin verður greitt, hvussu verður við landsstýrissessinum í innlendismálum, eftir at Kári P. Højgaard var koyrdur úr sessinum í síðstu viku. Um løgmaður ikki finnur eina loysn á tunnilsmálinum, hórar samgongan ikki undan. Tað heldur Kári P. Højgaard, formaður í Sjálvstýrisflokkinum, sum løgmaður koyrdi úr starvi sum landsstýrismaður í innelendismálum. Løgmaður hevur givið samgonguni 14 dagar at finna eina loysn, og tann freistin gongur út um eina viku. Kaj Leo Holm Johannesen er ikki so stúrin um samgonguna. Eftir at hava roynt til fánýtis í nøkur ár at fingið svar bæði í Danmark og Føroyum, hevur LGBT Danmark vent sær til Føroyanevndina hjá fólkatinginum og gjørt vart við støðuna. Felagsskapurin vil hava at vita, hvørji rættindi samkynd, sum eru skrásett í parlagi í Danmark ella í Grønlandi, hava í Føroyum. Men einki svar fæst, hvørki úr Føroyum ella Danmark, hóast nógvar ferðir er spurt. LGBT Danmark vil hava at vita, um skrásett parlag ella hjúnaband millum samkynd í Danmark verður viðurkent í Føroyum. Um til dømis ein maður, sum er í skrásettum parlagi ella hjúnabandi við manni í Danmark, fer til Føroya og giftist kvinnu her, gerst hann so sekur í bigamii, tvígiftu spyr LGBT Danmark. Um kvinnur í parlagi, har onnur eigur barn og hin ættleiðir barnið sum stjúkbarn, flyta til Føroya, hevur barnið so løgfrøðiliga bara eitt foreldur, er triði spurningurin, sum Føroyanevndin hjá fólkatinginum hevur fingið frá LGBT Danmark. Føroya einasta bústaðafelag, Bústaðir, fer nú til verka at veita leigubústaðir til føroyingar kring alt landið, so fleiri og betri bústaðir verða til allar samfelagsbólkar. Vit vilja skapa vælvirkand býlingar og bústaðaumhvørvi kring landið og soleiðis arbeiða fyri at røkka teimum málsetningum, sum Føroya Landsstýri hevur stungið út í kortið í Bústaðapolitikki Landsins at útvega, veita og reka hóskandi bústaðir til føroyingar. Tað er her, at lurtarar kunnu ynskja at drekka kaffi við onkrum føroyingi, og so roynir morgunsendingin at fáa avtaluna í lag. Tróndur Vatnhamar hevur sett fram ynski at drekka morgunkaffi við Inga Sørensen. Teir báðir hittast um borðið í Kaffihúsinum undir Bryggjubakka, og lurtarin er fluga á vegginum. Morgunkaffi er týsmorgnar í Góðan morgun Føroyar. Kundi tú hugsað tær at drukkið kaffi við onkrum føroyingi Skriva eini boð her ella teldubræv til gmf kvf.fo Tann 5.oktober eru hálvt hundrað ár liðin, síðani landsstýrið gav SEV loyvi at brúka vøtn og áir í Streymoynni, Eysturoynni, Vágum og Suðuroynni til vatnorku. Hvussu verður eftir tann dagin er ikki greitt enn. Jarðfeingi og SEV eru farin undir at fáa greiðu á tí. Petur Joensen, stjóri á Jarðfeingi, sigur, at ætlanin er ikki at leingja kunngerðina frá 1963. Men hvat kemur í staðin fyri hana, er ikki avgjørt enn. Onnur enn SEV kunnu søkja Jarðfeingi um loyvi til at brúka áir og vøtn til at gera streym. Men eingin hevur biðið um slíkt loyvi. Sambært elveitingarlógini frá 2009 hava øll vatnorkuverkini hjá SEV nú 20 ára loyvi. Og SEV sleppur at gera vatnorkuútbyggingar, sum eru byrjaðar, lidnar, uttan at tær skulu bjóðast út. Spurningurin ljóðar Dóttir mín er júst byrjað í triðja flokki. Pápin og undirritaða eru farin frá hvørjum øðrum, og hetta tyngir dóttir mína. Eisini havi eg lagt til merkis, at, tá hon kemur úr skúlanum, er hon meira kedd enn vanligt. Tá eg spyrji hvat feilar, sigur hon at tað er einki. Men so fekk eg tað úr henni, at børnini í klassanum spyrja um hetta at vera skilnaðarbarn. At ferðast millum mammu og babba. Hon sigur at tað er fleiri børn í flokkinum, sum arga hana av hesi orsøk. Tá eg spyrji, hvat lærarin ger, sigur hon, at lærarin einki sigur. Mín spurningur er. Hvussu eru lærarar brynjaðir at taka hetta við skilnaðarbørnum. Eru teir lærdir at tosa við skilnaðarbarnið Hava teir fingið at vita, hvussu teir skulu tosa um hetta, við hini børnini í flokkinum. Seinnapartin í gjár var freistin úti at tekna seg til Ársins roykfría skúla í ár, og tá høvdu 52 flokkar, frá 5. til 10. flokk, teknað seg. Tað eru 21 fleiri enn í fjør, tá 32 flokkar vóru við í kappingini. Teir 32 skúlaflokkarnir, sum kappaðust, skuldu vera roykfríir í ein mánað, frá 10. september til 10. oktober. Tað bar á mál hjá 20 flokkum. og 6. flokkur í Skúlanum við Løgmannabreyt vann lutakastið. Johnhard Klettheyggj, leiðandi løgfrøðingur í Almannamálaráðnum, er nú aðalstjóri í ráðnum. Men tað er bara fyribils, ella til starvið sum stjóri í Almannaverkinum er sett. Eyðun Mohr Hansen hevur verið bæði aðalstjóri og stjóri í Almannaverkinum, síðani Petra Johnsdóttir Joensen varð koyrd úr stjórastarvinum fyri tveimum mánaðum síðani. Tað er ov nógv hjá honum at vera í báðum størvum í senn. Tí hevur Annika Olsen, landsstýriskvinna, sett Johnhard Klettheyggj sum aðalstjóri til stjórastarvið í Almannaverkinum er sett. Tá kemur Eyðun Mohr Hansen aftur í aðalstjórastarv sítt. Stjórastarvið í Almannaverkinum verður lýst leyst antin í hesari vikuni ella í næstu viku, sigur Annika Olsen. Klokkan tíggju í kvøld skulu øll uttan nótaskipini gevast at fiska makrel. Fiskiveiðieftirlitið boðar frá, at felagskvotan av makreli er uppi. Felagskvotan av makreli var 61.500 tons. Nótaskipini hava egnar kvotur, og har eru okkurt um 13.000 tons eftir, upplýsir Fiskiveiðieftirlitið. Fiskiskapurin eftir makreli er góður. Fyri bara 12 døgum síðani vóru 11.500 tons eftir av felagskvotuni, og tá sluppu øll framat, sama hvat hámarkið var í teirra skipabólki. Høgri gjørdist stóri sigurharrin á stórtingsvalinum í Noregi í gjár. Hann fekk 18 tingsessir afturat, og hevur nú 48 sessir. Saman við Framburðsflokkinum, Kristiliga fólkaflokkinum og Vinstra, kann Høgri skipa borgarliga stjórn. Erna Solberg, forkvinna í Høgra, verður forsætisráðharri, men tað er ikki vist, at allir fýra borgarligu flokkarnir verða í stjórnini, sigur Jógvam Hugo Gardar, tíðindamaður í Oslo. Tað heldur QS Word University Ranking, ið hevur gjørt ein lista yvir tey bestu universitetini í heiminum. Listin varð almannakunngjørdur í dag. Lærdi háskúlin í Keypmannahavn er nummer 45 á listanum. Lærdi háskúlin í Lund í er nummar 67, í Helsinki nummar 69, í Uppsala nr. 79, í Oslo nr. 89 og Aarhus nr. 91. Síðan koma fýra universitet í Bretlandi, University of Cambridge, University College London, UCL, Imperial College London og University of Oxford. Av teimum 17 bestu universitetunum í heiminum eru øll uttan eitt amerikansk ella bretsk. Besta universitet uttan fyri USA og Bretland er tekniska ETH universitetið í Z rich í Sveis. Avtalan millum Sýrialand og Russland um, at Sýrialand skal útflýggja sínar goymslur av kemiskum vápnum til burturbeiningar, kann vera eitt taktiskt stig fyri at draga tíðina út. Sambært sýriska uttanríkisráðharranum er Sýrialand gingið við til at útflýggja kemisku vápnini til tess at forða fyri, at USA skal leypa á. Eisini Ísrael ivast í avtaluni. Formaðurin í uttanríkis og verjunevndini í ísraelska tinginum, Avigdor Lierbermann, hevur sagt við ísraelskt útvarp, at Assad, forseti, hevur góðtikið uppskotið fyri at vinna tíð. USA og onnur lond í vesturheiminum hava seinastu vikurnar lagt stórt trýst á sýriska forsetan og hótt við at leypa á Sýrialand. Assad, forseti, verður lagdur undir at hava skipað fyri eiturgass álopinum uttan fyri Damaskus 21. august, sum kravdi umleið 1400 mannalív Í Ánunum hendir mangt og hvat, umframt virksemið í Norðhavnini. Hjúnini Herdis Klein og Absalon Østerø syngja og spæla ymsa staðni, og vit hoyra tey í sendingini. Og vit vitja eisini barnaríkasta heimið í nýggja býlinginum í Ánunum. Størsti andstøðubólkurin í Sýrialandi, SNC, heitir á vesturheimin um at leypa á stjórnardeildir hjá Assad, forseta, hóast leiðslan í Damaskus sigur seg vera til reiðar at útflýggja síni kemisku vápn, skrivar AP tíðindastovan. SNC, sum umboðar allar andstøðuflokkarnar, sigur, at avtalan, sum Sýrialand og Russland hava gjørt um kemisku vápnini, fer bert at draga tíðina út og gera støðuna í landinum uppaftur verri. Eitt álop kann steðga kreppuni í Sýrialandi alt fyri eitt, tí Assad, forseti, hevur mist valdið á 60 prosent av landinum, sigur ein talsmaður fyri SNC við amerikansku sjónvarpsstøðina, CNN. Ikki fyrr enn hótt varð við at leypa á, broytti sýriska stjórnin støðu. Frammanundan væntaði eingin nakra politiska loysn, sigur talsmaðurin fyri sýrisku andstøðuna við CNN Játtanin til at viðgera sjúklingar uttanlands í ár røkkur ikki, og tí hevur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, biðið løgtingið um 7,5 mill. krónur í eykajáttan. Karsten Hansen, landsstýrismaður, sigur, at skal játtanin til serviðgerð uttanlands veitast sum partur av vanligu heyst eykajáttanini, kann november mánaður verða liðin, áðrenn tingið hevur avgreitt málið. Fyri at sleppa sjúklingum undan avmarkingum so leingi, biður Heilsumálaráðið um eykajáttan nú, so hon kann avgreiðast skjótari enn vanligt. Tríggjar broytingar eru á føroyska landsliðnum í mun til dystin móti Kasakstan. Daniel Udsen kemur inn á høgru síðu á miðvøllinum fyri Hall Hansson. Pól Johannus Justinussen kemur inn á vinstra miðvøll fyri Christian Mouritsen, og Atli Gregersen er nýggjur í verjuni. Atli Gregersen fer inn í miðverjuna, meðan Jóhan T. Davidsen verður fluttur út á høgrabakk fyri Jónas T. Næs, sum er leikbannaður. Umframt at greiða Eyðfinni Jensen frá bakgrund síni hevur Unn Paturson eisini valt teir fimm sangirnar, ið verða spældir í sendingini, og sum allir á hvør sín hátt hava ein serligan týdning fyri hana. Tað halda føroyskir barr eigarar, nú hundraðtals týskir fótbólts fjepparar eru í býnum. Men týskarar noyddust at lata sær lynda, at skeinkistøðini lótu aftur longu klokkan 23.45 í gjárkvøldið. Boykottið hjá ES fekk ikki kredittmetingarfyritøkuna Moody acute s at geva Føroyum eitt verri skoðsmál, eina verri rating, enn Føroyar høvdu. Moody acute s kunngjørdi í gjár, at Føroyar varðveita somu rating sum seinastu tvey árini. Hon er Aa3, men við negativum útlitum. Aa3 er fjórð hægsta ratingin hjá Moody acute s av 21 møguligum. Moody rsquo s metir, at føroyski búskapurin er nóg sterkur at standa í móti tiltøkunum hjá ES. Moody rsquo s sigur, at makrelur og sild longu verða seld á marknaðum uttan fyri ES. Trýstið á prísin er avmarkað. Harafturat eru kvoturnar størri enn áður. Men útlitini eru tó negativ. Óvist er, um ES tiltøkini verða víðkað til eisini at umfata laks. Landskassin tolir ikki størri skuld, um inntøkurnar frá fiskivinnuni svíkja. Føroyar hava hall í fíggjarlógini, og landsstýrið væntar ikki avlop fyrr enn í 2016. Tá hugsað verður um óvissuna um boykoyttið hjá ES, heldur Moody acute s tað neyvan vera sannlíkt í løtuni, at ratingin hjá Føroyum hækkar. Men javnvág í fíggjarlógini og støðugt minni skuld kunnu fáa ratingina uppeftir. Fyri einum mánaði síðani boðaði Moody acute s frá, at hon var farin at endurskoða skoðsmálið hjá Føroyum fyri at vita, um Føroyar skuldu fáa eitt verri skoðsmál, eina verri rating, enn Føroyar høvdu, tí ES tá hótti Føroyar við handilsforðingum. Vinngurin hjá Apoteksverkinum skal brúkast til at senda sjúklingar av landinum til viðgerðar. Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur biðið um 7,5 milliónir krónur afturat til sjúklingaviðgerðir uttanlands í ár. Uppskotið um eykajáttan kom í løgtingið í gjár. Eykajáttanin er útreiðslunoytral. Pengarnir koma frá Apoteksverkinum, sum skal selja fyri 7,5 milliónir krónur meira í ár. Inntøkurnar hjá Apoteksverkinum í fíggjarlógini eru hækkaðar upp í 227,5 milliónir krónur Karsten Hansen gjørdi longu í mars landsstýrið varugt við, at ov fáir pengar vóru til viðgerðir uttanlands í ár. Hann boðaði samstundis frá, at hann ætlaði at seta avmarkingar í gildi fyri at halda játtanina. Men tað vildi landsstýrið ikki. Játtanin til serviðgerð uttanlands er 138 milliónir krónur Og nú er løgtingið biðið um at lata 7,5 milliónir afturat. Støðan er so ring á Sýnini í Vágum, at neyðugt er at brúka hálva aðru millión til umvæling alt fyri eitt. Stundir eru ikki at bíða eftir heimildarlógini, verklagslógini, um høvuðsumvæling og heldur ikki eftir semju millum kommunurnar og Almannamálaráðið um umvælingina. Fýra milliónir eru í fíggjarlógini fyri 2013 til at umvæla ellis og røktarheimið í Vágum, heimið á Sýnini. Men tær kunnu ikki brúkast fyrr enn heimildarlóg er samtykt í løgtinginum og kommunurnar og landið eru vorðin samd um, hvussu útreiðslurnar til stóru umvælingina skulu býtast. Men nú hevur landsstýriskvinnan í almannamálum biðið um at sleppa at brúka hálva aðru millión uttan um hesar treytirnar. Frágreiðing um átrokandi umvælingar er gjørd í juli, eftir at Arbeiðseftirlitið staðfesti sopp og kravdi, at viðurskiftini verða kannað alt fyri eitt. Landsverk staðfesti í juli, at umvælingar eiga at verða gjørdar alt fyri eitt. Rýmingarleiðir skulu umvælast, og partur av tekjuni má skiftast, meðan veður enn er til slíkt arbeiði. Vánaligt luftskifti og soppur í køkinum krevja eisini umvælingar alt fyri eitt. Landsverk metir, at hetta kostar 1,5 milliónir krónur Hvørja viku avmynda bloggararnir frá Fjøllini Dansa onkran, sum tey halda hevur serliga feitan stíl. Hesa vikuna er tað 18 ára gamla Katrin Holm Poulsen, sum er avmyndað. Eg havi ringt við at seta orð á mín egna stíl. Men eg vildi mett, at eg kann siga, at eg fylgi soleiðis rímiliga okay væl við í, hvat er nýmótans, og hvat av tí so kann brúkast við tí heilt gamla, ið er komið aftur. Eg má viðganga, at tað hevur rættiliga nógv at týða fyri meg, hvussu eg síggi útt. Eg vil gjarna rigga væl og hava tað gott í tí, eg eri í men tað er ikki soleiðis, at eg brúki tímar uppá at finna klæðir fram tá ið eg skal í býin ella líknandi. Eg havi altíð havt ein stóran veikleika fyri stórum lekrum bundnum troyggjum tað er eitt tað lættasta bara at hoppa í saman við einum gamasjum og sneakers Heilt klárt Iggy Azaela Hon hvílir so nógv í sær sjálvari og hennara stílur er bara yvir feitur. Hon hevur stýr uppá tingini, og stílurin er ordiliga gjøgnumførdur. Nevndin fekk málið eftir fyrstu viðgerð í løgtinginum 6.august. Tingnevndirnar hava ein mánað til at avgreiða tingmál. Men Rættarnevndin er ikki liðug við uppskotið hjá nú fyrrverandi landsstýrismanninum, hóast tað er viðgjørt á sjey fundum. Nevndin er heldur ikki liðug við hini tunnilsuppskotini, sum hon fekk 6.august. Løgtingsformaðurin hevur nú givið Rættarnevndini freist til 7.oktober at koma við álitunum. Landsstýrismálanevndin fer nú at kanna, um løgmaður og frákoyrdi landsstýrismaðurin í innlendismálum høvdu heimild at lata Copenhagen Infrastructure Partners eina millión krónur afturfyri at sáttmálin um Eysturoyartunnilin ikki varð undirskrivaður fyri 1. sept. Umframt milliónina til CIP kannar landsstýrismálanevndin eisini spurningin um upplýsingarnar frá Landsverki, sum frákoyrdi landsstýrismaðurin ikki læt løgtingslimunum, Høgna Hoydal og Akseli V. Johannesen, tá teir í august høvdu fyrispurning um tunnilsmálið. Nú summarið er farið at halla, er tíð at gera støðuna upp og spyrja, hvussu várið og summarið hilnaðist á ymiskum økjum. Tísettu vit í morgun Jónsvein Lamhauge, sum er ein teirra, sum varðar av gomlu sluppuni Westward Ho stevnu umborð á sluppini í morgun. Maðurin og synirnir hava fleiri ferðir verið eftir náta hesa seinastu tíðina. Ja, nú sigi eg náti, tí tað hava vit altíð sagt heima hjá okkum, men viðhvørt verði eg rættað, tí tað eitur havhestur siga nøkur. Viðhvørt hoyri eg eisini orðið nátaungi. Mín spurningur er hvat er rætt av siga Í morgin verður fyrsti samráðingarfundurin millum Lærarafelagið og Fíggjarmálaráðið um nýggjar sáttmálar fyri teir, sum fara úr gildi 1.oktober. Á fundinum, sum verður í Fíggjarmálaráðnum, verða mannagongdir avtalaðar, og skrá gjørd fyri samráðingarnar. Hesa ferð fer Lærarafelagið at samráðast einsamalt og ikki saman við øðrum fakfeløgum. Samráðingar um lønirnar hjá nógvum fólkum, sum arbeiða hjá tí almenna, eru nú í september, tí sáttmálarnir fara úr gildi 1.oktober. Pedagogfelagið, Lærarafelagið og Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar eru millum størstu fakfeløg, sum hava limir á almenna arbeiðsmarknaðinum, og tey skulu samráðast um nýggjar sáttmálar nú. Harafturat skulu fimm onnur fakfeløg hava nýggjar sáttmálar. Størsta felagið, Starvsmannafelagið, hevur sáttmálar heilt fram til 1.oktober í 2015. Og tað hava 13 onnur feløg eisini. Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið fara ikki at bjóða hinum feløgunum meira hetta til 1.oktober í 2015 enn hini feløgini, sum hava sáttmála til 2015, hava fingið, sigur Snorri Fjalsbak, stjóri á Lønardeildini. Landsstýrisfólk fara at svara munnligum fyrispurningum í tinginum í dag. Eitt nú skal Karsten Hansen, landsstýrismaður, svara einum spurningi frá partamanni sinum, Bill Justinussen í Miðflokkinum, hvørjar ætlanir landsstýrismaðurin hevur við kommunulæknatænastuni í Eysturoynni. Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi fer at spyrja Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, um uppsagnirnar í Almannaverkinum. Bjørt Samuelsen spyr eisini, um pengar verða settir av til Fountainhús fyri sálarsjúk í fíggjarlógaruppskotinum, sum verður lagt fram í næstum. Áðrenn farið verður undir munnligu fyrispurningarnar, skal tingið taka støðu til, um tveir skrivligir fyrispurningar skulu svarast. Eyðgunn Samuelsen spyr Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, um kunngerðina um røktarheim og sambýli, og Gunnvør Balle spyr Bjørn Kalsø, landsstýrismann, um Marknagilsdepilin. Í høvuðsuppgávuni tók Jákup Justinussen støði í nýtsluni av sosialum miðlum í valstríðnum hjá Obama í 2012. Fyrilestur um evnið verður hildin á Handilsskúlanum á Kambsdali í kvøld, mikukvøldið, klokkan 19. BankNordik rindar nú aftur kapital, sum bankin fekk frá danska statinum sum lán í 2009 og 2011. Talan er 204 milliónir krónur frá 2009 og 180 milliónir frá 2011. Av teimum 204 milliónunum rindar bankin 41 milliónir seinni í september, og tá eru bara 63 milliónir eftir. Lánið skal vera goldið aftur næsta ár. BankNordik ætlar eisini at rinda aftur tær 180 milliónirnar frá 2011 antin í heyst ella eftir nýggjár. Bankin sigur í fráboðan til keypsskálarnar, at bankin klárar at halda ætlanina um at gera seg leysan av kapitali frá statinum. Og tað er eisini ein sjálvsøgd avleiðing av góða úrslitinum fyrra hálvárið, sigur bankin. Fíggjarnevndin segði nei, tá landsstýriskvinnan í almannamálum í gjár bað um hálva aðru millión til umvælingar á ellis og røktarheiminum í Vágum. Umvælingar, sum skulu gerast alt fyri eitt. Biðið varð um pengarnar við einum ráðsførðsluskjali. Og tað er ikki nóg gott, er Fíggjarnevndin samd um.Men lokið á pengakassanum er tó ikki neglt aftur. Bárður Nielsen, formaður í fíggjarnevndini, sigur, at nevndin er sinnað at avgreiða eina eykajáttan skjótt, tí arbeiðið, sum pengarnir skulu brúkast til, er neyðugt. Tað er okkara greiða fatan, at vit hava gjørt sáttmála við felagið hjá lemmatrolarunum, og tí verður trolarin Edna liggjandi, til eigarin heldur sáttmálan. Reiðarin, Súni Jacobsen, segði, at eingin sáttmáli var galdandi, og tí hevði hann lønt manningini við fastari hýru um dagin. Eyðstein Djurhuus sigur, at feløgini í vetur gjørdu nýggjan sáttmála fyri lemmatrolararnar, eftir at tann gamli fór úr gildi á nýggjárinum. Reiðararnir, sum skrivaðu undir, vóru Marner Lisberg á Tvøroyri, Jákup Pauli Hammer úr Hvalba og Tummas Henriksen úr Sørvági. Teir umboða meginpartin av lemmatrolarunum. Eigararnir á tveimum trolarum skrivaðu ikki undir. Tað var Súni Jacobsen, sum eigur Ednu, og Hans Andrias Joensen, sum eigur Phoenix. Phoenix eigur bert heilt fáar dagar undir Føroyum, sigur formaðurin í Skipara og navigatørfelagnum. Hans Andrias Joensen er formaður í felagnum fyri lemmatrolarar, og hóast hann var við á onkrum samráðingarfundi, so skrivaði hann ikki undir. Eyðstein Djurhuus sigur, at tá so stórur partur av teimum, sum eiga lemmatrolarar, skriva undir, so var tað greiða fatanin hjá feløgunum, at teir umboðaðu allar trolararnar. Og í tí spurninginum hava manningarfeløgini ikki broytt støðu, sigur hann. Landsstýrismaðurin í innlendismálum hevði ikki heimild at gera avtalu við Copenhagen Infrastructure Partners um at bora, eiga og reka Eysturoyartunnilin. So avgjørdur er Kári á Rógvi, doktari í lóg og lektari á Fróðskaparsetrinum, í metingini av tunnilsmálinum, sum kostaði landsstýrismanninum sessin. Hvørgin av føroysku fólkatingsmonnunum er fegin um tær 640 milliónir krónur, sum verða latnar í heildarveiting úr ríkiskassanum næsta ár. Kári á Rógvi, doktari í løgfrøði, greinar spurningar um heimildirnar og mannagongdirnar í málinum um Eysturoyartunnilin, og hann staðfestir, at alment innlit vinnur á tagnarskyldu. Hini evnini í sendingini eru 266b eigur at verða strikað, heldur Flemming Rose, mentanarredaktørurin á Jyllandspostinum, vit spyrja, hvussu skal kjakið so stýrast Annita á Fríðriksmørk var gestur. Oljuheimurin er broyttur munandi hvussu fer hetta at ávirka oljuleitingina undir Føroyum Hvørji eru útlitini fyri semju í silda og makrelsamráðingunum Jacob Vestergaard svarar. Føroyskir politikarar kjakast um, hvørja støðu Føroyar eiga at hava, um Danmark saman við øðrum fer í kríggj móti Sýrialandi. Og vit taka samanum stórtingsvalið í Norra. Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi, sigur við Dimmalætting, at flogfarið skal bæði nýtast í Føroya flúgvingini og at flúgva leiguferðir fyri onnur. Fyribils fer tað at flúgva fyri danska ferðavinnufelagið Atlantis. Nú Atlantsflog fer at hava trý Airbus flogfør, ætlar felagið at selja annað av teimum gomlu flogførunum, sum eru eftir í felagnum. Fyrr í ár seldi Atlantsflog eitt gomlu flogførunum til Kili, og kilenar hava víst áhuga fyri at ogna sær eitt afturat, sigur Magni Arge við Dimmalætting. Rannvá Andreasen hevur í mong ár verið besti spælarin í føroyskum kvinnufótbólti, og í kvøld prógvaði hon aftur, at hon er ein sera týdningarmikil leikari fyri KÍ. EBSTR Skála kom eisini til fleiri málmøguleikar. Stutt fyri leiklok vóru tær sera tætt við, men skotið bleiv bjargað á sjálvari mállinjuni. Frá 1. januar 2014 skulu øll starvsfólk í umsitingini, venjarar og leikarar, sum fáa løn frá føroysku ítróttafeløgunum, rinda eftirløn av inntøkuni. Hetta merkir, at eftir árslok hava øll ítróttafeløg skyldu at flyta eftirlønargjald hjá løntakara. Talan er um eftirløn av bæði A og B inntøku. Eftirlønargjaldið skal rindast um afturhaldsskipanina hjá TAKS, samstundis sum lønin verður flutt. Løgtingið samtykti í vár eina nýggja eftirlønarlóg, sum áleggur øllum borgarum millum 21 ár og fólkapensjónsaldur at spara saman til egna eftirløn. Kravda eftirlønargjaldið fevnir eisini um ungdómsvenjarar, dómarar og onnur, ið eru fevnd av ítróttafrádráttinum, ið er ásettur at vera 30.000 krónur um árið. Í eftirlønarlógini er ásett, at eftir 1. januar 2014 skal í minsta lagi eitt prosent av inntøkuni rindast til eftirløn. Tað merkir, at fær ein persónur 5.000 krónur í løn frá einum ítróttafelagið um mánaðin, skulu 50 krónur rindast til egna eftirløn. Síðani hækkar eftirlønargjaldið eitt prosentstig árliga til 15 prosent í 2028. Hetta merkir ítøkiliga, at í 2015 hækkar bundna eftirlønargjaldið til 2 , í 2016 til 3 , í 2017 til 4 o.s.fr. fram til 2028. Tað eru ikki allir føroyingar, sum í dag hava eina eftirlønarskipan. Eftir árslok er tað ein skylda hjá øllum at stovna eina eftirlønarkontu, sum eftirlønargjaldið skal rindast til, tá ið ein borgari fær eina inntøku. Tað kann ikki vera rætt, at nógvur kontantur stuðul verður latin teimum, sum frammanundan ikki halda sínar skyldur til tað almenna, og tað almenna ikki hevur møguleika at mótrokna. Eitt framkomið samfelag kann ikki hava slíkar skipanir. Tað er ábyrgdarleyst. Tað sigur nevndin í Búnaðargrunninum í brævi til Fiskimálaráðið, nú bøndur skulu fáa pengar úr grunninum at hoyggja fyri. Talan er um góðar 4,1 millión krónur um árið í seks ár. Pengarnir skulu takast úr Búnaðargrunninum. Búnaðargrunnurin gjørdi eisini fyrr í ár vart við, at grunnurin í summum førum hevur transport í stuðli. Viðvíkjandi stráfóðurstuðlinum, sum nú skal latast, vil Búnaðargrunnurin sleppa at mótrókna hjá teimum bøndrum, sum hava falna skuld til grunnin. Búnaðargrunnurin vísir á møguleikan, at stráfóðurstuðulin verður brúktur til at gjalda skuld í bankunum, samstundis sum Búnaðargrunnurin ikki fær sínar pengar frá bóndanum. Fíggjarnevndin hjá løgtinginum fekk eisini brævið frá Búnaðargrunninum. Og nevndin vil hava landsstýrismannin í landbúnaðarmálum at tryggja, at allur stuðulin fer beinleiðis til tað, hann er ætlaður, til økta føroyska stráfóðurframleiðslu. Fíggjarnevndin ávarar landsstýriskvinnuna í almannamálum um, at nevndin fer at viðgera nógvu leiðsluløgini í eldrarøktini, tá nevndin fær fíggjarlógina fyri 2014. Fíggjarnevndin minnir landsstýriskvinnuna á orðaskiftið, sum tíðum hevur verið um tey nógvu leiðsluløgini í eldraøkinum. Fíggjarnevndin heldur, at landsstýriskvinnan eigur at fyrireika seg til, at hetta fer nevndin at taka upp í sambandi við fíggjarlógarviðgerðina. Tað skrivar ein samd nevnd í álitinum um eykajáttanarlógina, har landsstýrið biður um fleiri pengar til eldraøkið og til bøndur, so teir fáa ráð til at hoyggja. Fíggjarnevndin mælir løgtinginum til at samtykkja uppskotið. Men tað ger nevndin ikki uttan viðmerkingar. Fíggjarnevndin heldur, at landsstýriskvinnan eigur at kanna, um ættleiðingarstuðulin er tann rætti. Pengar skulu, sambært lógaruppskotinum, flytast frá ættleiðingarstuðli til eldrarøktina. Fíggjarnevndin heldur tað ikki vera rætt, at landið rindar fyri at reka røktarheim í langa tíð, áðrenn búfólk eru flutt inn. Landskassin sparir einki, hóast røktarheim ikki lata upp, tá tey eiga, tí starvsfólkini eru longu sett. Eingin seinking er í starvsfólkasetanini. Viðvíkjandi stuðlinum til bøndur treytar Fíggjarnevndin sær, at allur stuðulin fer til tað, hann er ætlaður, at framleiða stráfóður, sum lógin sigur. Í dag hoyra vit søguna Bus Álvur, sum snýr seg um Álv Ákason, sum fer í 1.flokk. Gunilla Bergstrøm skrivaði og Niels Jákup Thomsen týddi. Fýra næmingar í 1.flokki greiða frá fyrstu skúlatíðini í Eysturskúlanum í Havn Næsta ár skulu tey trý sjúkrahúsini sjálvi umsita sína egnu játtan til sjúklingaviðgerð uttanlands. Hetta verður gjørt í eini roynd at tálma útreiðslurnar til serviðgerð uttanlands, sum í løtuni er 138 milliónir krónur Fólk skulu gerast meira tilvita, at brúka nýggju tøknina, siogur Christian Nagata, sum skipar fyri quot Vinnan veit 39 13 quot , sum verður fríggjadagin. Súni Poulsen, sálarfrøðingur, sigur, at tað kunnu vera samanrenningar av fleiri óhepnum hendingum í lívinum hjá Óla Hans, sum ger, at hann hevur sosialfobi. Páll á Reynatúgvu vísti á, at línuskipini alt ov seint hava fingið at vita um kvotuna, og tí hava tey heldur ikki kunnað fyrireikað seg nóg væl til fiskiskapin á fjarleiðum. Í næstu vikur fer Fólkaheilsuráðið undir KOL Typa2 diabetes átakið 2013 kring landið. Átakið verður gjørt, tí at mett verður, at tað ganga einir túsund føroyingar við typu2 diabetes, uttan at vita tað. Hetta verður staðfest í diabeteskanning, sum endaði í mai mánaði í ár. Fólkaheilsuráðið hevur sett sær fyri at finna hesi fólkini, sum ikki vita av, at tey eru á vandaleið. Talið fer ivaleyst at vaksa næstu árini, samstundis sum støðugt fleiri og eisini yngri fólk fara at fáa sjúkuna. Hetta slagið av diabetes er nær tengt at lívshátti, eitt nú ov lítil rørsla, skeivur kostur og yvirvekt. Ættarbregði hevur eisini týdning, eins og ávís sløg av heilivági kunnu økja um vandan fyri at fáa sjúkuna. Typu2 diabetikarar eru í vanda fyri at fáa ymisk tilsløg og fylgisjúkur. Ráðið hevur eisini sett sær fyri at finna teir roykjarar, sum hava KOL kronisk obstruktiv lungnasjúka , ella roykjaralungu , sum tað eisini verður nevnt. Henda sjúka hevur við sær álvarsligar heilsuligar avleiðingar fyri tey, sum fáa hana. Royking er atvoldin til 85 90 av øllum tilburðum av KOL. Vandin fyri at fáa KOL er tengdur at teimum sokallaðu pakkaárunum. Eitt pakkaár er 20 sigarettir um dagin í eitt ár. Umframt royking kann arbeiðsumhvørvi eisini í ein ávísan mun hava við sær KOL. Fólkaflokkurin sigur í tíðindaskrivi, at hann fegnast um, at Janus Rein er komin upp i flokkin. Bjarni Djurholm sigur soleiðis í tíðindaskrivinum quot Janus hevur farnu tvey árini prógvað, at hann er ein dugnaligur og nærlagdur politikari. Ein maður, sum í verki hevur víst, at hann er ein fongur fyri parlamentarisku skipanina. Politikari, sum miðvíst virkar fyri haldgóðum loysnum. Janus hevur í hesum valskeiðinum, saman við undirritaða, millum annað verið limur í løgtingsins vinnunevnd. Eg eri vísur í, at allir vinnunevndarlimirnir kunnu vátta, at Janus áhaldandi í nevndararbeiðinum hevur virkað fyri góðum og konstruktivum úrslitum. Umframt sítt politiska positiva virkni, so er Janus við sínum dyggu útbúgvingum sum skipsførari, flogskipari, løgfrøðingur og annað, eitt gott aktiv fyri Fólkaflokkin og politisku skipanina í síni heild, quot sigur Bjarni Djurholm í tíðindaskrivinum. Janus Rein kom sjálvur annar á ting fyri Framsókn, sum fyrstu ferð stillaði upp til løgtingsvalið í 19. oktober í 2011. Hann fekk 250 atkvøður. Hin var floksformaðurin, Poul Michelsen. Dagny Joensen, sum sjálv kemur við einari nýggjari bók á jólum, er í lesikrókinum í morgun. Dagny hevur skrivað fleiri bøkur, og heldur at føroyskir rithøvundar gott kundu stuðlað hvørjum øðrum eitt sindur meira. Hvat við einum skeiði í persónligari menning, einum skeiði í slakti og at taka upp, einum grundskeiði í sveising, ella einum skeiði, har tú kanst læra at gera bomm saman við børnunum Hetta er nakað av tí, sum kvøldskúlin í Havn bjóðar í vetur. Men har er eisini so mangt annað, tí skúlin hevur ikki færri 20 nýggjar lærugreinir á skránni í vetur. Elin í Geil, sum er dagligur leiðari var í Morgunsendingini í morgun. Samstundis sum Janus Rein er farin upp í Fólkaflokkin á tingi, boðar borgarstjórin í Vestmanna, Pauli T. Petersen, frá, at hann ætlar sær ikki at stilla uppaftur fyri Fólkaflokkin til løgtingið. Hann var nr. 13 á løgtingsvalinum í 2011, men Pauli T. Petersen hevur ikki avgjørt, um hann fer upp í nakran annan flokk. Tað sigur hann í dag, eftir at tað í gjár ljóðaði, at hann var á veg uppí Tjóðveldi. Pauli T. Petersen er vónsvikin av skattapolitikkinum, tí bara tey, sum forvinna nógv, fáa nakað burtur úr flatskattinum, meðan miðal og láginntøkurnar hava einki fingið burturúr, sigur hann. Sum trý ára gomul flutti hon við familjuni til Portugal. Tá hon var fimm ár gekk leiðin til Norður Onglands, og sum tíggju ára gomul flutti familjan til Singapore, har tey búðu í átta ár. Ikki fyrr enn Greta var 18 ára gomul, flutti hon aftur til Føroyar. Her gekk hon á MGK linjuni á Musikkskúlanum í Havn í eitt ár, áðrenn leiðin gekk víðari til Liverpool í Onglandi, har hon læs tónleik og heimspekið á lærdum háskúla. Tað var í Liverpool, at Greta av álvara byrjaði yrkisleiðina sum songkvinna. Gjøgnum bólk sín, Picture Book, kom hon í samband við tónleikaran og framleiðaran, Deadmau5, og hetta førdi í fjør til eina amerikanska Grammy tilvnevning fyri sangin Raise Your Weapon, sum Greta Svabo Bech syngur. Fyri góðum hálvum ári síðani fluttu Greta og sjeikurin, ið er úr Onglandi, til Miðvágs at búgva. Í kjallaranum hava tey gjørt sær eitt studio, og ætlanin er framhaldandi at skriva og framleiða tónleik til altjóða útgávu. Millum annað fer amerikanska songkvinnan Cher seinni í ár at geva út fløgu, har Greta hevur skriva ein av sangunum. Hóat eg var við til at stovna Framsókn, gjørdi eg tað ikki fyri at mótmæla Fólkaflokkinum. Eg er ein borgarligur sjálvstýrismaður og hoyri heima í Fólkaflokkinum. Eg byggi politikkin á tann persón, sum eg eri, eisini í Fólkaflokkinum, sigur Janus Rein, sum var gestur í útvarpsstovuni á middegi Hann vísir á, at Fólkaflokkurin nú eisini er vorðin størsti flokkur á tingi við níggju sessum. Janus Rein fær væntandi sæti í fíggjarnevndini. Kringvarp Føroya verður leitt av stýrinum, sum er ovasta leiðslan á stovninum. Stýrið hevur ábyrgdina av, at Kringvarp Føroya virkar eftir ásetingunum í Kringvarpslógini og í øðrum fyriskipanum um virksemi á stovninum. Eftir tilmæli stjórans staðfestir stýrið virksemi stovnsins sum heild og yvirskipaðu meginreglurnar fyri programmpolitikkin í fíggjarárinum, eins og stýrið skal góðkenna og hava eftirlit við stovnsins rakstrarætlan og roknskapi. Kringvarpsstýrið verður valt fyri fýra ár í senn. Tað er landsstýrismaðurin í mentamálum, sum velur stýrið fyri Kringvarpið. Frá 1. januar 2019 vórðu hesi vald Forkvinna Elin Winther Poulsen, løgfrøðingur, Hoyvík Næstforkvinna Katrin Petersen, journalistur, Sandur Limir Gunvá við Keldu, grafonom, Klaksvík Ragnar Joensen, stjórnmálafrøðingur, Klaksvík Theodor E.D. Olsen, sóknarprestur, Hoyvík Jóhan Petersen, skipsverkfrøðingur, Glyvrar Carsten M. Arnskov, teknikari, starvsfólkaumboð, Tórshavn Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, ætlar, at tey trý sjúkrahúsini næsta ár sjálvi skulu umsita játtanina til sjúklingaviðgerð uttanlands. Hetta verður gjørt í eini roynd at tálma vaksandi útreiðslunum til serviðgerð uttanlands, sum í ár verður minst 145 milliónir krónur Tað gongur striltið at fáa fáa umsøkjarar til starvið sum læknastjóri á Landssjúkrahúsinum. Tíðliga í ár varð søkt eftir fólki at taka við eftir Tummas í Garði, sum hevur verið læknastjóri seinastu átta árini. Landssjúkrahúsið fekk eina umsókn tá freistin var úti, og setanarnevndin, sum telur fimm fólk, avgjørdi at starvið skuldi lýsast leyst av nýggjum. Men heldur ikki aðru ferð komu fleiri umsóknir Landssjúkrahúsið fekk eina umsókn. Setanarbólkurin hevur gjørt tilmæli, og tað er latið landsstýrismanninum í heilsumálum, Karsteni Hansen. Turið Arge, aðalstjóri í heilsumálaráðnum hevði onga viðmerking í dag, tá hon varð spurd, um Landssjúkrahúsið fer at søkja av nýggjum. Hon sigur, at í næstu viku tekur landsstýrismaðurin støðu. Tey, sum manna setanarabólkin, eru Sigurð Ólason Vang, sjúkrahússtjóri og formaður í bólkinum, Naina Túgvustein, varastjóri á landssjúkrahúsinum, Elin Jensen, narkosulækni á brádeplinum á landssjúkrahúsinum, Heri Joensen, fulltrúi í heilsumálaráðnum og Edith Frederiksen, læknaskrivari og umboð fyri høvuðssamstarvsnevndina á landssjúkrahúsinum. FIFA kunnger í dag á ársdegnum fyri sigrinum á Eysturríki í 1990 ein nýggja styrkislista, sum vísir, at Føroyar nú eru nummar 18 2 av heimsins 207 fótbóltslondum. Sostatt eru Føroyar dotnar 60 pláss niður eftir FIFA styrkislistanum, síðani Lars Olsen tók við sum landsliðsvenjari 8. november 2011. Tá vóru Føroyar styrkismettar sum nummar 122. Orsøkin til vánaligu styrkismetingina er, at føroyska landsliðið hevur tapt allar sínar dystirnar, síðani juni 2011. Metingin verður sjey til átta pláss verri, av tí at sigurin móti Litava í september 2009 er meiri enn fýra ára gamal, og telur tískil ikki við longur. Alt bendir á, at Innlendismálaráðið verður niðurlagt og býtt sundur millum fleiri aðalráð. Samgonguflokkarnir hava fleiri dagar togast um landsstýrissessin hjá Kára P Højgaard, og nú sær út til at vera komið á mál. Tað skilst, at Sambandsflokkurin og Miðflokkurin hava verið mest heitir fyri at niðurleggja Innlendismálaráðið og býta málsøkini út millum hini aðalráðini. Hetta samsvarar eisini við útmeldingarnar hjá samgonguni, at tað skal rationaliserast í miðfyrisitingini. Men Fólkaflokkurin hevur strongt á fyri at varðveita Innlendismálaráðið og fyri at fáa landsstýrissessin, skilur kringvarpið. Og flokkurin setti rættiligan trumf á í dag, tá hann í dag boðaði frá, at hann hevði fingið uttanflokkatingmannin, Janus Rein, inn í tingbólkin. Tað vil siga, at nú hevur Fólkaflokkurin knappliga níggju tinglimir, meðan Sambandsflokkurin hevur átta. Men sambandsflokkurin og Miðflokkurin hava ongan hug at styrkja støðuna hjá Fólkaflokkinum við einum eyka landsstýrissessi. Kringvarpið skilur, at flokkarnir siga kortanei til at lata Fólkaflokkin fáa ein landsstýrissess aftrat. Og seinastu útmeldingarnar frá keldum hjá Kringvarpinum eru, at Innlendismálaráðið verður niðurlagt og málsøkini býtt millum verandi aðalráð. Spurningurin er so, hvør fær hvat. Innlendismálaráðið umsitur lógarmál, kommunumál, náttúru og umhvørvismál og so samferðslumál, tó ikki Strandferðsluna. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, vil ikki gera viðmerkingar til málið. Hann sigur, at hann kemur við einari fráboðan í morgin, um hvat hendir við Innlendismálaráðnum. Limirnir í fiskivinnunevndini hjá ES eru samdir um, at revsing er neyðug fyri at verja stovnarnar. Serliga skotsku og írsku umboðini arbeiða fyri at herða handilstiltøkini móti Føroyum. Tað er ov tíðliga at leggja fram okkara krøv um føroyska partin av sildakvotuni. Tað heldur Jacob Vestergaard, landstýrismaður í fiskivinnumálum. Hann sigur tó, at tilboðið frá ES um, at Føroyar kundu tvífalda makrelkvotuna, verri enn so er nóg gott. Eg dugi ikki at síggja, hví tryggingin skal seigpína okkum upp á henda mátan. Tað sigur ein familjumaður, sum vegna ósemju við Tryggingarfelagið Føroyar ikki væntar at kunna flyta inn aftur í síni egnu hús. Seinnapartin í gjár hitti ónøgdi tryggingar takarin, Dávid R. Davidsen, leiðaran á skaðadeildini hjá Tryggingarfelagnum Føroyum, Heðin D. Poulsen, sum royndi semju Í dag eru vit í 4.b í Venjingarskúlanum í Havn. Her hava allir næmingar latið inn tekningar til teknikapping, sum Granskingarráðið skipar fyri. Annika Sølvará, sum er stjóri á Granskingarráðnum, greiðir frá Vísindavøkuni 2013. Tað siga stjórarnir á Suðuroyar og Klaksvíkar sjúkrahúsi, nú landsstýrismaðurin ætlar at býta játtina til serviðgerð uttanlands ímillum tey trý sjúkrahúsini. Suðuroyar og Klaksvíkar Sjúkrahús senda bert tíggjunda hvønn sjúkling uttanlands, og ráða bert yvir einum tíggjundaparti av játtanini. Tí er ilt at meta um, um til ber at spara. Fyrisitingin av málsøkjunum verður broytt soleiðis Løgmál og lógareftirlit fara til Løgmansskrivstovuna, útlendingamál og ferðslumál fara til Vinnumálaráðið, kommunumál fara til Almannamálaráðið, undirstøðukervismál fara til Fíggjarmálaráðið, umhvørvismál fara til Fiskimálaráðið og familjurættarmál fara til Heilsumálaráðið. Starvsfólkini í Innlendismálaráðnum verða í høvuðsheitum flutt samsvarandi flytingunum av málsøkjum, stendur í fráboðanini frá løgmanni. Brúgvin hevur havt stóran týdning. Felagsskúli varð bygdur sum starvstarv millum allar kommunurnar í økinum tá tær vóru Kollafjarðar, Hósvíkar, Hvalvíkar, Haldórsvíkar, Sunda og Gjáar kommunur. Hann segði, at stjórnin er samd um at steðga samráðingunum. Tað merkir kortini ikki, at øll bond við ES verða kvett. Tvørturímóti er ætlanin at styrkja sambandið við Evropeiska Samveldið, tó uttan at biðja um limaskap, sigur uttanríkisráðharrin. Sunnudagin 22.september verður nýggj føroysk fótbóltssøga skrivað, tá A landsliðið í fótbólti hjá kvinnum fyri fyrstu fer spælir HM undankappingardyst. Tí ikki fyrr enn á middegi fríggjadagin í næstu viku tekur Fútarætturin avgerð um kravið hjá Búnaðarstovuni um at koyra fólkini í Famará út. Fútarætturin viðgjørdi málið fyrrapartin. Ella, í øðrum lagi, at fólkini ikki verða koyrd út, fyrr enn Fiskimálaráðið hevur avgreitt kærurnar um avgerðina hjá Búnaðarstovuni at lata Jens Hera Jacobsen í Sumba fáa festið í Famará. Staðfestir Fiskimálaráðið, at Jens Heri Jacobsen hevur fest Famará av røttum, flyta Johan Dalsgaard og tey úr Famará, varð upplýst í Fútarættinum fyrrapartin. Hjún hava keypt summarhús í Danmark og alt skuldi verið so sera gott, men tað er tað ikki. Tí tey eru við at gerast ør av øllum gestunum úr Føroyum, so mikið, so allar feriur fara vit at keypa inn og servisera. Maðurin heldur tey skulu siga okkurt hissini, men konan aftrar seg, tí hon væntar at tey gerast firtin. Hon vil heldur selja húsini, tí so er friður. Tríggjar systrar, eru sera keddar um atburðin hjá mammuni. Tí mamman ger mismun á teimum trimum og tí fjórðu systrini. Mamman hevur størri tokka og alsk til einu systrina og hetta kenna tær dag og dagliga. Hvat skulu tær gera, so henda harmiliga gongdin kann vendast Maður hevur skrivað neyðarróp til Also um konuna, sum ikki tímir at vera heima. Hon er til arbeiðis allan dagin og um kvøldið fer hon til bingo, kvinnumøti, bindiklubb og annað. Hann heldur, at hon skuldi verið heima hjá sær og børnunum, men tað heldur hon ikki. Er tað hjúnarbandið, sum er kollsilgt ella hvat er galið Tvær vinkonur eru ósamdar um børn og rúsdrekka. Eina vinkonan heldur at børn skulu sleppa við til rundar føðingardagar í familjuni og síggja sum ein natúrligan part av lívinum, at foreldur kunnu fáa kenning. Hin vinkonan heldur, at ongum børnum dáma at síggja fáa foreldur broytast og fáa kenning og tí skulu børn ikki við foreldrunum í veitslu. Eini foreldur eru skelkaði, tí pedagogar halda at teirra barn er sensitivt og mæla til at barnið verður kannað á Nám. Teimum dáma als ikki at so nógv børn fáa diagnosur, tí øll børn kunnu ikki vera eins. Men tað heldur panelið í Also ikki. Dámar tær væl at lesa, men saknar tú onkran at tosa við um tað, sum tú lesur Býarbókasavnið fer í heyst undir ein lesiring, har fólk hava høvi at hittast eina ferð um mánaðin fyri at tosa um eina ávísa bók, sum øll hava lisið. Vónbjørt Vang á Býarbókasavninum var í útvarpsstovuni í morgun Árini seinast í 1950 39 unum vóru nakað heilt serligt í føroyskari fiskivinnusøgu. Tá komu teir fyrstu línubátarnir, og nógvir føroyingar fóru á sínar fyrstu ísfiska ella saltfiskatúrar. Ein nýggj bók greiðir frá teim fyrstu árunum hjá stállínuskipunum. Sigmar Bláberg var í útvarpsstovun í morgun og greiddi frá Løgtingsins Umboðsmaður hevur fingið fýra kærur um avgerðirnar hjá Innlendismálaráðnum og Løgmansskrivstovuni um at sýta innlit í málið um sáttmálan, sum er gjørdur við Copenhagen Infrastructure Partners um Eysturoyartunnilin. Men tey, sum hava kært, skulu ikki vænta nakra avgerð fyribils, tí Umboðsmaðurin hevur avgjørt, at hon tekur ikki støðu til, um kærurnar skulu viðgerast, fyrr enn úrslitið av tingviðgerðini er greitt. Í grundgevingunum sigur Sólja í Ólavsstovu, umboðsmaður, quot at tað kann ikki útilokast, at niðurstøðan av eini umboðsmannaviðgerð kann ávirka tingviðgerðina á ein slíkan hátt, at tað onga meining gevur hjá løgtinginum at halda fram at viðgera uppskotið. quot Eg meti ikki, at tað er rætt, at umboðsmaðurin setir embætið ella løgtingið í eina slíka støðu. Eg havi tí avgjørt at útseta eina nærri støðutakan til viðgerðina av klagunum, til úrslitið av tingviðgerðini er greitt, sigur Sólja í Ólavsstovu, umboðsmaður. Tey fyrstu 4 árini í lívinum varð Mikael altíð við, tá ið foreldrini Kristian Blak og Sharon Weiss vóru á konsertferðum kring heimin. Tað er tí heldur ikki so løgi, at Mikael í dag telist millum føroya fremstu tónleikarar og framleiðarar. Fólkaflokkurin hevði ætlað sær landsstýrissessin í innlendismálum. Men tað vildu hinir flokkarnir ikki góðtaka, og tí varð ráðið niðurlagt, og málsøkini býtt ímillum hini landsstýrisfólkini. Tað hevur verið hørð telving millum samgonguflokkarnar um Innlendismálaráðið, síðani Kári P Højgaard varð koyrdur frá sum landsstýrismaður í síðstu viku. Fólkaflokkurin hevur strongt nógv á at fáa landsstýrissessin í innlendismálum, men endaði so við at fáa tunlar og kommunumál. Landsverk og MT Højgaard hava verið ósamd um, hvussu býgningurin skal umvælast, men nú verður ein sáttmáli undirskrivaður. Longu tá ið miðnámsskúlin í Hovi var liðugur í 2009, vórðu brek staðfest í útvegginum. Ein frágeriðing, sum varð gjørd í desember 2012, staðfesti, at lekar vóru, og at tað gýsur inn ígjøgnum veggirnar. Vangamyndin í Degi amp Viku í kvøld er Jan Rasmussen, lækni og granskari, sum í vikuni fekk nýggja grein almannakunngjørda í tíðarritinum Journal of Inherited Disease í samband við Ph.d ritgerð um CTD. Listafólkið á skránni hesaferð er 25 ára gamla Charlotta L. Rasmussen, sum er ættað úr Funningsfirði. Í næstum byrjar hon á Anglia Rusking University í Cambridge, har hon fer at lesa Illustration amp Animation. Eg arbeiði við nógvum ymiskum eg máli, tekni, geri standmyndir og bindi. Men best dámar mær at arbeiða við mínum copic markers. Tað er eitt slag av sprittbaseraðum tussjum í nógvum litum. Eitt annað, sum mær dámar øgiliga væl er at gera málningar og brúka 3D elementir eisini, til dømis gjørdi eg eitt projekt, har eg brúkti teldu og ur lutir, sum eg límaði uppá lørift og kundi skapa ein øðrvísi málning av tí. Mær dámar væl at arbeiða við motivum, sum hava okkurt slag av søgu ella hugskoti aftanfyri. Eg er eisini eitt sindur av einum perfektionisti, tá tað kemur til mína list, og smálutirnir og detaljur hava mest sum alt at siga fyri meg. Í løtuni fáist eg við at royna at fáa mínar málningar at síggja út sum, tá ið eg tekni við mínum markers. Tað er ein avbjóðing at fáa tað reina og grafiska look ið frá markers fram í akryl, sigur Charlotta L. Ramussen og leggur afturat, at hon elskar at tekna zombies. Kaj Leo Johannesen viðgongur nú at hann var á fundinum 27. juni har tað var avtalað, at CIP skuldi fáa 1 millión krónur um sáttmálin um Eysturoyartunnilin ikki var undirskrivaður fyri 31. august. Tingmanningin og landsstýrismenninir hjá Sambandsflokkinum høvdu fund um býtið, og løgmaður visti hvat flokkurin vildi hava, sigur Bárður Nielsen Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri, hevði fyrrapartin í gjár eina samrøðu við Rúna Joensen, aðalstjóra í Innlendismálaráðnum, um framtíðina hjá honum í fyrisitingini. Rúni Joensen er tænastumannasettur, og hetta gevur honum ávís rættindi. Kann løgmansstjórin ikki ávísa honum eitt starv við somu tign, sum verandi starv, so kann hann fara til hús og kortini fáa aðalstjóraløn í trý ár. Tað kann verða trupult at finna eitt starv við somu tign sum tað, Rúni Joensen hevur nú, tí aðalstjórastørvini verða í fyrisitingarhøpi mett at hava hægstu tign. Rúni Joensen hevur verið rættiliga nógv í brennideplinum seinastu mánaðirnar í sambandi við sáttmálan um Eysturoyartunnilin, sum skuldi gerast við Copenhagen Infrastructure Partners. Ein sáttmáli, sum serliga andstøðan, men eisini limir í samgonguni, hava funnist at. Atfinningar, sum millum annað snúgva seg um, at tingið ikki hevur fingið allar upplýsingar í málinum, at sáttmálin er loyniligur og at útlendsku íleggjararnir fáa eitt lutfalsliga høgt avkast. Hini starvsfólkini í Innlendismálaráðnum sleppa í fyrstu syftu øll at halda fram í sínum størvum. Ongin verður koyrdur úr starvi í tilgongdini at niðurleggja ráðið, men hvat hendir seinni, ber ikki til at siga. Starvsfólkini flyta væntandi út til tað ráðið, sum yvirtekur tað arbeiðsøkið, sum tað starvsfólkið situr við í løtuni. Tað ber í sær, at starvsfólkini, sum arbeiða við umhvørvismálum, flyta væntandi í Fiskimálaráðið at arbeiða, sigur Marjun Hanusardóttir. Hon fer í næstu viku at hava samrøður við øll starvsfólkini um teirra framtíð í fyrisitingini. Í dag lesur Margreta Næss triðja part av bókini Mio mín Mio. Astrid Lindgren skrivaði og Elin Súsanna Jacobsen týddi til føroyskt. Í dag hoyra vit fyrsta part av søguni Herviligi Henry og lýsnar. Hoyrispæl, sum Elin á Rógvi leggur til rættis. Finnur Hansen var tøkningur. Bergur Rasmussen týddi til føroyskt Tað er avgjørda niðurstøðan hjá skrivaranum hjá Fíggjarnevndini hjá løgtinginum um umbønina hjá landsstýrinum um 7,5 milliónir krónur afturat í ár til sjúklingaviðgerðir uttanlands. Landsstýrið ætlar at fíggja eykajáttanina við pengum hjá Apoteksverkinum, tí, sum Fíggjarmálaráðið sigur, so fer raksturin hjá Apoteksverkinum at hava vinning í ár. Men so einføld er loysnin ikki, sambært skrivaranum hjá Fíggjarnevndini. Hann gjørdi alt fyri eitt, løgtingið fekk uppskotið, vart við, at lógin um Apoteksverkið sigur, at avlopið frá apoteksrakstrinum fellur til Apoteksgrunnin. Tí ber ikki til at brúka avlopið til annað, eitt nú at gjalda fyri serviðgerðir uttanlands. Almannaverkið hevur áhuga fyri Fámara, og spurdi í august Búnaðarstovuna, um til ber at brúka garðin til námsfrøðiligt tilboð. Tað gjørdi Almannaverkið eftir at hava fingið fyrispurning frá Johan og Rakul Dalsgaard, sum hava búð í Fámara síðani í mai 2010. Jens Heri Jacobsen vísir síðani til advokatin hjá sær, Alfred Petersen. Tá Fútarætturin viðgjørdi Fámara fríggjadagin, var ikki eydnast advokatinum hjá fólkunum í Fámara, Thorkild Høyer, at fáa orð á Alfred Petersen, sum hevur verið uttanlands. Thorkild Høyer hevur eisini roynt at fingið fund við landsstýrismannin í landbúnaðarmálum, Jacob Vestergaard, fyri at vita, um til ber at fáa semju í málinum. Men tað bar ikki til, segði Thorkild Høyer í Fútarættinum fríggjadagin. Landsstýrismaðurin vildi ikki hava fund. Á middegi fríggjadagin fer Fútarætturin at kunngera úrskurðin um kravið hjá Búnaðarstovuni um, at fólk og djór í Famará skulu burtur haðani. Búnaðarstovan vil hava fólkini út alt fyri eitt. Thorkild Høyer bað í fyrsta umfari Fútarættin um at vísa kravinum hjá Fútarættinum aftur, ella, í øðrum lagi, at málið verður útsett til eftir 23.september. Tá er hoyringarfreistin hjá Fiskimálaráðnum farin. Johan Dalsgaard hevur sagt, at staðfestir Fiskimálaráðið avgerðina um festið tað er, at Johan Dalsgaard fær ikki festið, so eru hann og hansara fólk til reiðar at flyta úr Fámara. Samgongan hevði mist meirilutan, var løgtingsval nú, og Tjóðveldi hevði verið størsti flokkur. Fólkaflokkurin hevði mist tveir tingsessir, og Sambandsflokkurin ein. Teir høvdu farið til Tjóðveldi og Javnaðarflokkin. Tað vísir ein veljarakanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Kringvarpið, Miðlahúsið, Portalin og Norðlýsið. Kanningin er gjørd frá 5. til 11. september. 538 fólk eru spurd í kanningini. Sambært kanningini hevði Fólkaflokkurin mist 5,4 prosentstig av atkvøðunum samanborið við løgtingsvalið í oktober 2011, og hevði fingið 17,2 prosent. Fólkaflokkurin hevði mist tveir tingsessir, og hevði fingið seks. Afturgongdin hjá Sambandsflokkinum hevði verið 2,6 prosentstig samanborið við úrslitið á løgtingsvalinum. Sambandsflokkurin hevði fingið 22,1 prosent, og hevði mist ein tingsess. Hann hevði fingið sjey tingsessir. Sjálvstýrisflokkurin hevði havt eina lítla framgongd, og hevði varðveitt sín tingsess. Miðflokkurin hevði havt eitt prosentstig í afturgongd, men hevði kortini varðveitt sínar tveir tingsessir. Kanningin vísir, at Tjóðveldi hevði verið størsti flokkur, og hevði fingið 23,6 prosent av atkvøðunum, var val nú. Tað eru 5,3 prosentstig fleiri enn á løgtingsvalinum. Tjóðveldi hevði fingið tveir sessir afturat, og hevði havt átta tingsessir. Javnaðarflokkurin hevði fingið 21,7 prosentum. Tað eru 3,9 prosentstig fleiri enn á løgtingsvalinum. Javnaðarflokkurin hevði fingið ein tingsess aftrat, og hevði havt sjey tingsessir. Skipasmiðjan Mest skal brúka nógv fólk í heyst, nú stórarbeiði skal gerast um borð á trolaranum Ennibergi. Mest søkir eftir tíggju maskinsmiðum og tíggju arbeiðsmonnum. Stjórin á Mest, Mouritz Mohr, sigur, at fyritøkan hevur fingið eina stóra verkætlan, sum er Enniberg. Tað arbeiðið byrjar hálvan oktober og varar árið út. Fyri ikki at skula siga onnur arbeiði frá sær, tá arbeiðið upp á Enniberg skal gerast, søkir Mest eftir fólki. Ovasti stjórin í Danske Bank, Eivind Kolding, er sagdur úr starvi. Eivind Kolding kom í starvið 15. februar í fjør, tá hann tók við eftir Peter Straarup. Frammanundan var hann stjóri í Maersk Line. Nevndarformaðurin fyri bankan, Ole Andersen, grundgevur uppsøgnina við, at Danske Bank er í eini tilgongd, har bankin skal venda sær meiri móti kundunum, skrivar Ritzau. Hóast Eivind Kolding hevur nógvar fakligar og menniskjaligar dygdir, hevur nevndin mett, at neyðugt er við einum manni í stjórasessinum við neyvari bankaførleika, sigur nevndarformaðurin. Fyri fyrstu ferð er pláss fyri næmingum í Hoydølum, sum eru autistar ella hava Asperger syndrom. Lesiætlaninar hjá hesum næmingunum er tær somu, sum hjá øllum hinum næmingunum, men hátturin at læra er øðrvísi. Lærari og lestrarvegleiðari hjá hesum flokkinum er Kristianna Mortansdóttir, sum var í útvarpsstovuni í morgun saman við Selmu Olsen, sum er ein av næmingunum í hesum nýggja flokkinum. Fólk vórðu spurd, hvussu væl tey halda, at løgmaður yvirhøvur hevur staðið seg. Tey skuldu meta á einum stiga frá 1 til 10, har 1 er sera illa og 10 er framúrskarandi. Karakterurin, sum løgmaður fær, er 4,3. Og hetta er tað ringasta úrslitið, sum løgmaður hevur fingið síðani apríl 2010, vísa tølini hjá Gallup. Kaj Leo Holm Johannesen hevur fyri tað mesta fingið ligið oman fyri fimm prosent. Skoðsmálið hevur bara einaferð verið undir fimm prosent. Tað var fyri teimum árum síðan, tá hann fekk karakterin 4,9. Í samband við tiltakið markleysa útbúgving, sum verður í Norðurlandshúsinum týsdagin, skal Annika Mouritsen greiða frá um sína leystrartíð í Argentina.Tað er altjóða skrivstovan, ASK, sum skipar fyri. Meira sæst á heimasíðuni. Samgongan klárar seg framvegis undir meðal. Tað vísir kanningin, sum Gallup hevur gjørt fyri Kringvarpið, Miðlahúsið, Portalin og Norðlýsið. Á einum stiga, frá 1 til 10, har 10 er quot framúrskarandi quot og 1 quot sera illa, quot fær samgongan karakterin 4,1. Tað er tað sama sum í februar og juli í fjør. Bestu undirtøkuna fekk samgongan í desember í fjør, tá karakterurin var 4,6. Tað eru tey 18 24 ára gomlu, sum geva samgonguni besta skoðsmálið, 4,6. Tey, sum eru í aldursbólkinum 25 39 ár og 40 49 ár, geva samgonguni ringasta karakterin, 3,9. Vágafólki dámar best samgonguna. Tey geva henni karakterin 4,9. Veljarar í Suðurstreymi geva samgonguni karakterin 3,7 og sandoyingar geva henni karakterin 3,6. Tosað verður við Paulu Danielsen, ið vann hjá kvinnum, og Kristian Johannesen, ið bleiv nummar eitt hjá monnum. Eisini greiðir Kenneth Djurhuus frá kappingini. Nú 11 dagar eru farnir, síðani Copenhagen Infrastructure Partners skuldi fáa eina millión krónur, tí sáttmálin um Eysturoyartunnilin ikki varð undirskrivaður fyri 1.september, ber ikki til at fáa at vita, um milliónin er goldin ella ikki. Á fundi millum løgmann og landsstýrismannin í innlendismálum og CIP tann 27.juni varð avtalað, at sum treyt fyri, at CIP ikki skuldi taka seg burtur úr samráðingunum alt fyri eitt, skuldi CIP hava eina millión, eitt quot break fee quot , um sáttmálin ikki var undirskrivaður í síðsta lagi 31.august. Sáttmálin er ikki undirskivaður enn. Og CIP skuldi hava milliónina í seinasta lagi 5.september. Eingin vil siga, um CIP hevur fingið milliónina. Heima hjá okkum mistu vit fleiri rásir seinasta hósdag, tí vit ikki høvdu skift til MPEG 4. Síðani tá hava vit bara hugt eftir Sjónvarp Føroya onkrum rásum, sum ikki eru kodaðar. Men nú tosa vit um droppa televarpshaldið og bara hava Nexflix, sum fleiri hava í dag. Mín spurningur er Hvat er Netflix Eru fleiri sovorðin tilboð á marknaðinum Mær dámar væl tíðindasendingar, eru tær eisini á Netflix Eru pengar at spara við at droppa televarpið og fáa sær hetta nýggja Leiðslan hevði ætlanir um, at byrja aftur í morgun í einum nýggjum felag, og so lata gamla felagið fara á húsagang, eftir at eginpeningurin er næstan minus 5 miljónir krónur Men fakfeløgini hjá teimum sum hava starvast á Dimmalætting vilja ikki góðtaka tann leistin, tí gamla felagið skyldar bæði løn og eftirløn. Tí fingu starvsfólkini forboð fyri at fara til arbeiðis í morgun. Klokkan knappliga eitt korter til níggju koyrdi ein bilur á ein 17 ára gamlan næming í Hoydølum á gonguteiginum á Hvítanesvegnum, oman fyri viðalundina í Hoydølum. Drongurin varð fluttur á Landssjúkrahúsið, og har er hann enn. Hann hevur fingið skaða, men hvussu ringur, skaðin er, veit politiið ikki enn. Klokkan hálvgum ellivu fekk poltiiið fráboðan um, at ein níggju ára gomul genta var komin fyri ein bil í gonguteigi við Fr. Petersensgøtu og J. Paturssonargøtu. Tað hendi klokkan tíggju minuttir í átta í morgun, men varð ikki meldað fyrr enn klokkan hálvgum ellivu. Gentan fór á skaðastovuna, men sambært politinum fekk hon ikki nevniverdan skaða. Hoyr hvat floksformenninir siga um úrslitið av veljarakanningini, sum Gallup hevur gjørt fyri Kringvarpið, Miðlahúsið, Portalin og Norðlýsið. John Johannessen, sum er fyrrverandi løgtings og landsstýrismaður, sigur, at hann hevði væntað, at Sambandsflokkurin fór at fáa størri afturgongd enn Fólkaflokkurin, tí tað hevur verið rumbul í Sambandsflokkinum, serliga av tunnilsmálinum. Í summar vísti ein veljarakanning, at Javnaðarflokkurin var størri enn Tjóðveldi, men henda kanningin vísir tað øvuta. John Johannessen heldur, at Tjóðveldi hevur havt greiðari andstøðupolitikk, og tað sæst aftur í kanningini. Fólk vórðu spurd, hvussu væl tey halda, at løgmaður klárar seg samlað. Tey skuldu meta á einum stiga frá 1 til 10, har 1 er sera illa og 10 er framúrskarandi. Karakterurin, sum løgmaður fær, er 4,3. Og hetta er tað ringasta úrslitið, sum løgmaður hevur fingið síðan apríl 2010, vísa tølini hjá Gallup. Men søguliga lága skoðsmálið fær ikki løgmann at liggja í andvekri. Kaj Leo Holm Johannesen sigur tó, at hann ætlar sær at verða greiðari, tí hann eitt nú í tunnilsmálinum hevur latið sær ov nógv lynda. Starvsfólkini, sum starvast á Serstovuni í skúlanum í Eysturkommunu, fáa løn í morgin. Tad váttar stjórin á Sernámi, Emmy Joensen. Føroya Pedagogfelag hevur noktað noktað trimum limum, sum starvast í Serstovuni í Leirvíkar skúla, at fara til arbeiðis, tí teir ikki hava fingið løn, síðan skúlaárið byrjaði. Í juli í ár gav føroyski kvinnubólkurin Flamma út sína fyrstu fløgu. Niels Uni Dam, ummælari í Brunsj, gevur útgávuni fýra stórar stjørnur av seks møguligum. Í sendingini verða eisini fleiri sangir av útgávuni spældir. Eftir 135 ár á marknaðinum kemur Dimmalætting ikki út longur. Í gjáramorgunin fóru starvsfólkini til hús eftir boðum frá avvarðandi fakfeløgum, tí blaðið skyldar starvsfólkunum bæði løn og eftirløn. Myndatekstur Aage Samuelsen starvaðist á Dimmalætting í 54 ár. Í gjár fóru hann og hini starvsfólkini til hús, tí blaðið skyldar bæði løn og eftirløn Dimmalætting var Føroya størsta avís. Gamla Dimma var kend fyri at vera konservativ, men tá hon skifti ham og av álvara fór at satsa, gjørdust tølini á botnlinjuni av álvara blóðreyð. Í dag hoyra vit annan part av søguni Herviligi Henry og lýsnar. Elin á Rógvi sigur frá og leggur til rættis. Finnur Hansen og Jón Svein Heinesen stóðu fyri tí tekniska. Øll í býráðnum í Havn halda tað vera eitt gott hugskot at leggja saman Kommunusamskipanina og Kommunufelagið, so allar kommunur í Føroyum eru í sama felag. Tórshavnar býráð samtykti einmælt í gjárkvøldið at taka undir við at skipa nýtt kommunufelag. Tey, sum ráða fyri borgum í Kommunusamskipanini og Kommunufelagnum, hava longu gjørt eitt uppskot um nýtt kommunufelag fyri allar kommunurnar. Føroya kommunufelag varð stovnað í 1968. Í 1999 fóru seks tær størstu kommunurnar, býirnir, úr felagnum og stovnaða Kommunusamskipanina. Býráðið í Havn endaði í gjárkvøldið meira enn tíggju ára gamla málið um høllina hjá handbóltsfelagnum Neistanum við Landavegin. Býráðið samtykti einmælt at lata Neistanum 1,2 milliónir krónur sum endaliga fíggjarliga uppgerð. Og samstundis verður leigusáttmálin um byggilendið frá 2008 strikaður, og kommunan fær øll rættindi til lendið. Neistin gjørdi stykkið klárt at byggja ítróttarhøll á. Sambært býráðnum brúkti Neistin góðar 5,3 milliónir krónur til fyrireikingar, planering og annað. Av teimum eru 60 prosent, 3,2 milliónir, stuðul frá kommununi. Njót útsýnið frá fremstu røð á einum flogtúri frá Bergen, Flesland í Noregi til Vága floghavn í Føroyum. Her er allur túrurin, sum vardi hálvan annan tíma, kókaður niður í bert tríggjar minuttir í eini sonevndari tíðartódn Timelapse á enskum . Túrurin byrjar í Bergen annan jóladag 2012 klokkan 1450 og endar í Vágum klokkan 1622 føroyskar tíðir , tá flogfarið hjá Atlantic Airways setir seg á vøllin í kavaroki, samstundis sum myrkrið sígur yvir oyggjarnar. Spurningurin er Eg havi ein drong, sum er trý ár. Hann hevur gingið í vøggustovu í Danmark, men er nú í barnagarði í Føroyum Teir fyrstu dagarnir, ein vika ella so, gingu væl, men so brádliga vil drongurin ikki í barnagarð longur. Eg spyrji pedagogarnar, um tey hava lagt til merkis nakað, men tað hava tey ikki, uttan, at drongurin ikki tosar so nógv við hini børnini. Eg veit, at drongurin hevur trupuleikar at brúka røttu orðini. Kann hetta hava nakað við trupuleikan et gera Um hetta er ein máltrupuleiki, hvat skal eg so finna uppá Heima tosa vit sjálvandi føroyskt, og tá er eingin trupuleiki. Lurta her Tórshavnar kommuna fekk góðar 1,8 milliónir krónur aftur, nú sjálvsognarstovnurin Berjabrekka 3 er niðurlagdur. Tórshavnar kommuna og Íbúðargrunnurin hjá Húsalánsgrunninum stovnaðu sjálvsognarstovnin Berjabrekku 3 í 2000. Fyrst í apríl í ár samtykti nevndin at leggja niður sjálvsognarstovnin og rinda stovnarunum pengarnar aftur. Berjabrekka 3 skuldi gera 60 leiguíbúðir millum Berjabrekku og Blómubrekku til fólk við serligum tørvi. Men vantandi lóggáva, sum skuldi gera slíka bygging lættari og bíligari, gjørdi, at ætlanin ongantíð varð framd í verki. Her er úrslitið av Fólkatingsvalinum, ið varð 15. september 2011. Tú kanst síggja valúrslitini fyri øll tey ymisku valstøðini hvør sær við at velja quot Valstað quot niðanfyri her. Ein bensinstøð skal byggjast við Vegin langa í Hoyvík, millum Per Mohrs veg og Djúpagilsvegin, niðan fyri Býlingshúsið Vesturi á Flat. Effo vil sleppa at keypa 2000 fermetrar frá kommununi til bensinstøðina. Sjálv støðin verður 350 fermetrar. Býráðið samtykti í gjárkvøldið at játta umsóknini frá Effo. Men neyðugt verður at broyta byggisamtyktina har á staðnum, tí stykkið, ætlanin er at byggja á, er í A1 øki, sum er ætlað til sethús. Við undantaki av bensinstøðini á Frælsinum, sum er í A1 øki, eru allar hinar bensinstøðirnar í Havn í C økjum. Býarskipanardeildin hjá býráðnum mælir tí til, at byggisamtyktin fyri økið við Vegin Langa verður broytt til C1 øki. Og kommunan kann heldur ikki uttan nakað selja Effo grundøkið. Tað er størri enn 300 fermetrar, og skal tí bjóðast út í fríari sølu, ella hava góðkenning frá Innlendismálaráðnum. Her eru valúrslitini frá Løgtingsvalinum, ið var 29. oktober í 2011. Sí valúrslitini fyri tey ymisku valstøðini í vinstra bredda, har tú kanst velja hvørt valstað sær. Laila av Reyni, sum hesa seinastu tíðina er vorðin kend fyri sínar vøkru kjólar uttanlands, ger nú eisini vart við seg innan tónleikin. Hon leggur nú seinastu hond á eina nýggja fløgu og fyrireikar í løtuni eina stóra útgávukonsert í næsta mánaða. Laila av Reyni var í útvarpsstovuni í morgun. Her er valúrslitið frá Løgtingsvalinum, ið var 19. januar 2008. Sí valúrslitini fyri tey ymisku valstøðini í vinstra bredda, har tú kanst velja hvørt valstað sær. Her er valúrslitið frá Fólkatingsvalinum, ið var 8. februar 2005. Sí valúrslitini fyri tey ymisku valstøðini í vinstra bredda, har tú kanst velja hvørt valstað sær. Formaðurin í Miðflokkinum, Jenis av Rana, skyldar upp á partamannin, nú flokkurin hevur afturgongd í veljarakanningini. Bill Justinussen heldur ikki, at frágreiðingin er so einføld. Hóast harðar ákærur millum partamenninar báðar, so ætlar Bill Justinussen ikki at stinga í sekkin og taka seg úr Miðflokkinum. Hann ætlar at royna semjuna. Her er valúrslitið frá Fólkatingsvalinum, ið var 20. november 2001. Sí valúrslitini fyri tey ymisku valstøðini í vinstra bredda, har tú kanst velja hvørt valstað sær. Her eru valúrslitini frá Kommunuvalinum, ið var 9. november 2004. Sí valúrslitini fyri tey ymisku valstøðini í vinstra bredda, har tú kanst velja hvørt valstað sær. Her eru valúrslitini frá Kommunuvalinum, ið var 9. november 2000. Sí valúrslitini fyri tey ymisku valstøðini í vinstra bredda, har tú kanst velja hvørt valstað sær. Tvingsil er millum annað, at fólk verða spent føst í eina sjúkrasong. Í farnu viku hitti Høgni Mohr, tíðindamaður, Tórmóð Stórá, leiðandi yvirlækna á psykiatriska deplinum, og Jónleif Nattestad M ller, heilsurøktara. Teir báðir lótu Høgna royna, hvussu tað er at verða spentur fastur. Um samgongan tolir, at eingin semja fæst um Eysturoyartunlinum, veit nýggi landsstýrismaðurin í tunnilsmálum ikki. Men tað fer ikki at gagna samstarvinum. Antin í dag ella í morgin fær hann frágreiðingina um Eysturoyartunnilin, sum nøkur embætisfólk vórðu sett at gera fyri teimum vikum síðani. Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri, sigur við in.fo at, Rúni Joensen verður serligur ráðgevi í Vinnumálaráðnum, og hansara høvuðsøki verður vinnulóggávan. Eftir at Innlendismálaráðið er niðurlagt, eru málsøkini, sum ráðið umsat, býtt soleiðis, at løgmál og lógareftirlit fara til Løgmansskrivstovuna, útlendingamál og ferðslumál fara til Vinnumálaráðið, kommunumál fara til Almannamálaráðið, undirstøðukervismál fara til Fíggjarmálaráðið, umhvørvismál fara til Fiskimálaráðið og familjurættarmál fara til Heilsumálaráðið. Síðani 1. september hevur borið til at skriva seg upp hjá Bústøðum til leiguíbúðir. Umsøkjarar skulu millum annað svara, hvørja útbúgving teir hava, hvussu stór inntøkan er, um tað hevur týdning at hava hjall, at matvøruhandil er ætt við, og at íbúðin hevur útsýni. Tað er niðurstøðan hjá Høgna Hoydal, limi í Norðurlandaráðnum, sum fyri trimum mánaðum síðani spurdi stjórnirnar í teimum trimum ES londunum í Norðurlondum um ES boykottið móti Føroyum. Høgni Hoydal spurdi, um tær tríggjar stjórnirnar halda, at tað er í samsvari við Helsingforssáttmálan um norðurlendskt samstarv, at trý Norðurlond fremja handilsstongsul móti einum øðrum Norðurlandi. Svarið var ikki óvæntað, sigur Høgni Hoydal. ES rættur vigar meira í Norðurlondum enn grundlógin hjá Norðurlondum, Helsingforssáttmálin Úrslitið av veljarakanningini, sum varð kunngjørt í gjár, og politisku avbjóðingarnar verður evnið í kjakinum eftir Dag amp Viku í kvøld. Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, Johan Dahl, næstformaður í Sambandsflokkinum, Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, og Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, vera í sjónvarpsstovuni. Hotellini, sum útvarpið hevur tosað við, hava verið fullsett í juni, juli og august, og samanlagt hava verið fleiri gestir í ár enn somu tíð í fjør. Hotel Gjáargarður og Hotel Streym hava havt umleið tíggju prosent fleiri gestir í ár enn í fjør, og á hotellinum í Vágum hevur framgongdin verið um fimm prosent. Jens Tummas Næs, stjóri á Hotel Streymi, heldur, at eitt nú bíligu ferðaseðlarnir, sum Smyril Line hevur selt í lágárstíð, hava givið hotellinum meira at gera í ár. Hann sigur, at fleiri gestir eru komnir úr fjarskotnum londum, sum Kina og Japan, men eisini fleiri amerikanarar, kanadiarar og eysturevropearar hava gist á Hotel Streymi. Í juli mánaði vóru færri fólk á Hotel Føroyum, tí fleiri ferðastovur avlýstu bólkaferðir til Føroya vegna vánaliga undirtøku. Men august og septembur hava verið góðir. Thora Augustinussen, søluleiðari á Hotel Føroyum, sigur, at tey staðfesta, at sesongin er longd inn í lágárstíd. Hotellið leggur seg eftir at fáa fleiri ferðafólk í lágárstíd, og tað sær nú út til geva úrslit. Ein orsøk til, at hotellið hevur meiri at gera í lágárstíð, eru fleiri ráðstevnur, og at fleiri bólkar gista á hotellinum. Á Hotel Føroyum hava tey eisini lagt til merkis, at matferðavinnan í Føroyum er vaksandi, tí fleiri útlendingar koma til Føroya at royna føroysku matrávørurnar. Thora Augustinusen sigur, at hotellið arbeiðir væl saman við millum annað Atlantic Airways og Smyril Line um at vekja áhuga hjá útlendingum at koma til Føroya. Og líkt er til, at nýggju farleiðirnar hjá Atlantic Airways til Italia og Spania hava drigið fleiri ferðafólk til Føroya. Ið hvussu er hava fleiri spaniólar og italiumenn búð á Hotel Føroyum, síðani Atlantic Airways fór at flúgva til hesi bæði londini. Í tólv mánaðar skeiðinum, frá 1. juli 2012 til 30. juni 2013, var burðaravlopið 233, og nettoflytingin var minus 211 Fólkatalið vaks sostatt við 22 fólkum, stendur á heimasíðuni hjá Hagstovuni. Eftir bert tveir dagar í starvinum sum aðalstjóri fyri fíggjar og innanríkismál í Grønlandi, hevur Carsten Frank Hansen sagt seg úr starvi. Hetta hendir eftir at tað er komið fram, at Carsten Frank Hansen er skuldsettur fyri fíggjarsvik í Danmark. Tað skrivar blaðið Sermitziaq. Carsten Frank Hansen umber, at hann ikki hevur upplýst um hesi viðurskifti í sambandi við setanina. Hann hevur eingi ynski um at seta grønlendska landsstýrið í eina trupla støðu, og avgjørdi tí sjálvur at siga upp. Berlingske veit at siga, at Carsten Frank Hansen er skuldsettur fyri mandatsvik í sínum starvi sum leiðari fyri eini deild hjá Andelskassen Fyn fyri 16 mánaðum síðani. Leiðarin í deildini fyri fíggjarbrotsverk hjá politinum í Odense sigur við Berlingske, at maðurin er skuldsettur fyri mandatsvik, men at kanningarnar ikki eru lidnar enn. Hann upplysir tó, at bankin framvegis hevur eitt krav upp á 335.000 krónur mótvegis Carsten Frank Hansen. Carsten Frank Hansen var deildarstjóri í Andelskassen Fyn, frá 2006 til juni í fjør, tá hann varð burturvístur. Síðani fekk hann starv sum stjóri fyri eini reklamufyritøku, Greentop Grenland ApS í Nuuk. Eisini har varð hann burturvístur, skrivar Berlingske. Og fyri stuttum varð hann so settur aðalstjóri fyri ráðnum, ið umsitur fíggjarkervið hjá grønlendska heimastýrinum. Ovasti embætismaðurin í Grønlandi, Svend Hardenberg, sigur við Sermitsiaq, at hann er nøgdur við, at Carsten Frank Hansen, sjálvur hevur tikið hesa quot neyðuga avgerð quot . Frágreiðingin svarar verri enn so teimum spurningum, sum eru settir, og álopið varð eftir øllum at døma framt, fyri at elva til uppaftur størri øsing, sigur russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov. Tí verður torført at finna semju í trygdarráðnum um frágreiðingina. Hinir londini í trygdarráðnum, USA, Bretland og Frakland, siga seg ikki ivast í, at tað var sýriski stjórnarherunin, sum nýtti eiturgassið. Russiski forsetin, Vladimir Putin hevur fyrr sagt, at tað vóru uppreistrardeildirnar sum nýttu geiturgassið í einum álopi í útriðuni av Damaskus. Ban Ki Moon sigur, at eingin ivi er í frágreiðingini, og at talan var um eitt álop við eiturgassi. Hann skírir álopið sum krígsbrotsverk. Gátan, hví frystitrolarin Gullberg sakk norðan fyri Føroyar seinast í juli, verður helst ongantíð loyst. Tí eingin kann siga nakað um orsøkina. Tað kom fram í sjórættinum í dag. Skipið fór til fiskiskap 24. juli. Gullberg trolaði saman við Sjagakletti, og teir fingu væl av makreli. Tíðliga um morgunin 31. juli fór skipið at leka, og minni enn ein tíma seinni, sakk Gullberg. Øll manningin, 10 fólk, varð tikin umborð í onnur skip, sum vóru har á leiðini. Í sjórættinum vóru bert skiparin, Jóan Martin Poulsen, og maskinmaðurin, Jákup Jacobsen, avhoyrdir. Teir hava frammanundan givið skrivliga frágreiðing um hendingina. Alt gekk so skjótt fyri seg, at tíð var ikki til meira enn at fáa fólkið av skipinum, vóru teir samdir um. Alarmurin í maskinrúminum ljóðaði, tá klokkan var farin av átta. Maskinmaðurin hevði beint frammanundan verið sína vanligu gongd í maskinrúminum, og varnaðist einki óvanligt. Hann var á verksmiðjuni, stutt frá maskinrúminum, tá hann hoyrdi alarmin. Maskinmaðurin fór aftur í maskinrúmið, og har sá hann, at nógvur sjógvur kom inn í skipið í bakborðssíðu. Tað var honum alt fyri eitt greitt, at talan var um ein ógvusligan leka, og hann metti, at eini 25 tons av sjógvi komu inn í skipið um minuttin. Tí gjørdi hann av at boða skiparanum frá, og tá teir høvdu kannað umstøðurnar, var gjørt av at biðja manningina gera seg klára at fara av skipinum. Samstundis setti skiparin seg í samband við onnur skip, sum vóru á leiðini. Teir ætlaðu fyrst at seta bjargingarbátarnar út, men tað var ikki neyðugt, tí tríggir gummibátar frá skipunum, sum vóru tætt við, komu til Gullberg. M.a. kom ein bjargingarbátur frá Niels Paula við eini pumpu, men hon varð ongantíð sett til, tí mett var ikki, at hon var til nakra hjálp. Skiparin, Jóan Martin Poulsen, greiddi frá, at hann hoyrdi alarmin kl. gott átta. Klokkan trý korter til níggju fór hann, sum tann seinasti av skipinum, og tá fór hekkan á trolaranum undir. Klokkan ein minutt yvir níggju sakk Gullberg. Í dag var árliga tiltakið Markleys útbúgving í Norðurlandahúsinum. Anna Maria Dam Ziska var á staðnum og tók nakrar myndir. Eisini prátaði hon við nakrar av luttakarunum um tiltakið. Hvørjum hevur tú lurtað eftir Havi lurtað eftir fyrilestrum um víðari lesna í Noregi, um Námsfrøðiliga útbúgving, KT verkfrøði, og um víðari lesna í Australia. Hvat ætlar tú tær at gera aftaná skúlan Eg havi ikki funnið útav tí enn. Tí ert tað gott við einum sovorðnum degi, har ein verður kunnaður um útbúgvingar og arbeiðsmøguleikarnar. Hvørjum hevur tú lurtað eftir Tiltakið er bert komið í helvt, men fyri fyrst havi eg verið og fingið kunning um lesna í Danmark, um at lesa føroyskt á Setrinum og so um Altjóða Skrivstovuna. Bústaðir fara at byggja 100 leiguíbúðir um árið næstu 5 7 árini. Men leiguprísurin, sum Andras Róin, stjóri í Bústøðum hevur boðað frá er í hægra lagi til lesandi, ið einans fáa lestrarstuðul. Í sendingini hoyra vit Birgir Kruse, Karen Siercke, Ida Marie Christensen, Jens Haugaard Rasmussen, Svend Højgaard, Olaf Johannessen, Sigmar Bláberg, Hans Andrias Dam Joensen, Hergeir Eldevig og Niels F. Kofod Í hugnaligu samrøðuni við Eyðfinn Jensen greiðir Angela Petersen frá sínum uppruna, frá uppvøkstrinum og fleiri av teimum avgerandi hendingunum, ið hava ávirka hennara lívsleið. Danska tunnilsfelagið CIP hevur boðað landsstýrinum frá, at tað er ikki neyðugt at flyta milliónina, sum skuldi rindast i endurgjaldi, um lógin um Eysturoyartunnil ikki varð samtykt fyri 1. september. Í dag hoyra vit fyrra part av søguni Herviligi Henry og bleyti svarti lenistólurin. Elin á Rógvi sigur frá og leggur ljóðmyndina til rættis. Finnur Hansen og Jón Svein Heinesen standa fyri tí tekniska Tá landskassin í nógv ár hevur rindað hallið hjá Apoteksverkinum, eigur avlopið hjá Apoteksverkinum at fara í landskassan. Tað er sunn fornuft, sigur Atli Leo, ráðgevi hjá Fíggjarmálaráðnum, í telduposti til skrivaran hjá Fíggjarnevndini, Høgna Joensen. Tá landsstýrið bað løgtingið um 7,5 milliónir av avlopinum hjá Apoteksverkinum til sjúklingaviðgerðir uttanlands, gjørdi skrivarin hjá Fíggjarnevndini og løgfrøðingur hjá løgtinginum alt fyri eitt vart við, at eykajáttanaruppskotið er ikki í samsvari við galdandi lóggávu. Tí lógin um Apoteksverkið sigur, at avlopið hjá Apoteksverkinum fellur til Apoteksgrunnin. Tí ber ikki til at brúka avlopið til annað, eitt nú at gjalda fyri serviðgerðir uttanlands. Atli Leo er samdur við hesum. Samsvar er ikki millum lóggávuna og, hvussu Apoteksverkið er tikið við í fíggjarlógina. Atli Leo sigur, at Apoteksgrunnurin í veruleikanum ikki er til longur. Hann er tikin við í landsroknskapin. Kortini er lógin, sum sigur, at Apoteksgrunnurin eigur avlopið, ikki broytt samsvarandi tí. Tá hetta er sagt, sigur Atli Leo í teldupostinum til Høgna Joensen, er neyðugt við av sindur av sunnum fornufti, tí støðan nú má vera analog við tað øvuta. Tað er, at landskassin hevur rindað fyri hall í rakstrinum hjá Apoteksverkinum í nógv ár, so nú støðan er tann øvugta, eigur avlopið at falla til landskassan. Fíggjarnevndin fekk málið um eykajáttanina til Heilsuverkið eftir fyrstu viðgerð í tinginum, sum var fríggjadagin. Nevndin hevur ikki viðgjørt málið enn. Løgtingið hevur fingið uppskot um eykajáttan til ellis og røktarheimið í Vágum. Heimið á Sýnini krevur bráðneyðugar ábøtur fyri hálva aðru millión krónur. Fíggjarnevndin segði nei, tá landsstýriskvinnan í almannamálum í síðstu viku bað um pengarnar. Biðið varð um pengarnar við einum ráðsførsluskjali. Men tað var ikki nóg gott, var Fíggjarnevndin samd um. Tingið mátti fáa uppskot um eykajáttan, skulu pengarnir latast, segði Fíggjarnevndin. Og nevndin er sinnað at avgreiða eina eykajáttan skjótt, tí arbeiðið, sum pengarnir skulu brúkast til, er neyðugt. Stundir eru ikki at bíða eftir heimildarlógini, verklagslógini, um høvuðsumvæling, og heldur ikki eftir semju millum kommunurnar og Almannamálaráðið um umvælingina á Sýnini. Fýra milliónir eru í fíggjarlógini fyri 2013 til at umvæla ellis og røktarheimið í Vágum. Men tær kunnu ikki brúkast, fyrr enn heimildarlóg er samtykt í løgtinginum, og kommunurnar og landið eru vorðin samd um, hvussu útreiðslurnar til stóru umvælingina skulu býtast. Men nú vil landsstýriskvinnan í almannamálum sleppa at brúka hálva aðru millión uttan um hesar treytirnar. Frágreiðing um átroðkandi umvælingar er gjørd í juli, eftir at Arbeiðseftirlitið staðfesti sopp og kravdi, at viðurskiftini verða kannað alt fyri eitt. Landsverk staðfesti í juli, at umvælingar eiga at verða gjørdar alt fyri eitt. Rýmingarleiðir skulu umvælast, og partur av tekjuni má skiftast, meðan veður enn er til slíkt arbeiði. Vánaligt luftskifti og soppur í køkinum krevja eisini umvælingar alt fyri eitt. Landsverk metir, at hetta kostar 1,5 milliónir krónur Uppskot um eykajáttan verður væntandi lagt fram á tingfundinum í dag. Í morgin hevur samgongan aftur fund um Eysturoyartunnilin. Tað upplýsti Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í tunnilsmálum, í kjakinum í sjónvarpinum í gjárkvøldið. Hann segði, at í dag kemur frágreiðingin, sum fólk í fýra aðalráðum, Innlendismálaráðnum, Fíggjarmálaráðnum, Vinnumálaráðnum og Løgmansskrivstovuni, og hjá Landsverki fyri tveimum vikum síðani vórðu biðin um at gera. Í frágreiðingini verður fyrst og fremst víst á fyrimunir og vansar við teimum ymsu mátunum at fíggja Eysturoyartunnilin, tað er privat ella alment. Sum skilst eru eisini dagførd ferðslutøl í frágreiðingini. Samstundis roynir andstøðan at fáa 14 undirskriftir undir krav um at seta kanningarstjóra at kanna lutin hjá løgmanni í tunnilsmálinum hjá Innlendismálaráðnum. Tað upplýsti Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, í kjaksendingini. Verður Kári P. Højgaard taldur við, eru 14 fólk uttan fyri samgonguna. Men tað verður ikki hildið vera sannlíkt, at Kári P. Højgaard skrivar undir krav um kanningarstjóra í tunnilsmálinum, sum hann sjálvur byrjaði. Landsstýrismálanevndin hjá løgtinginum er longu farin at kanna Kára P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismann. Men hon kannar ikki lutin hjá løgmanni í tunnilsmálinum. Í dag fer løgtingið at samtykkja, at bøndur sum sjálvir hoyggjaðu í fjør og í ár, skulu fáa tilsamans 8,4 miljónir krónur í studningi. Teir fáa stuðulin eisini fyri 2012, hóast løgtingið ikki fyrr enn í mai í ár, broytti lógina fyri Búnaðargrunnin, so hann komandi seks árini, skal rinda 4,2 miljónir krónur til Búnaðarstovuna, sum síðani skal rinda bøndrum pengarnar sum stuðul. Fíggjarnevndin tekur undir við landsstýrinum, treytað av, at stuðulin fer beinleiðis til økta framleiðslu av føroyskum stráfóðri, sum skal gera bøndurnar meira fíggjarliga sjálvbjargnar í framtíðini. Atlantsflog eigur at flúgva oftari til Íslands, Noregs og Billund. Tað er ikki nøktandi fyri handilsvinnuna bara at flúgva tvær ferðir um vikuna. Hann heldur, at Atlantsflog eigur at røkja marknaðir, sum liggja nærindis Føroyum, betur. Tí kanningar hjá Vága Floghavn vísa, at grundarlag er fyri at satsa meira upp á hesar marknaðir. Tað loysir seg ikki fíggjarliga at flúgva oftari til eitt nú Reykjavíkar og Billund. Atlantsflog hevur roynt, men tað riggar ikki. Landsstýrið fer kortini ikki at krevja pengarnar aftur frá teimum, sum fáa studning til at fáa sær útbúgving uttan fyri Norðurlond. Ætlanin hjá landsstýrinum var at umleggja útbúgvingarstuðulin, so ein partur av ÚSUN stuðlinum skuldi leggjast um til lán. Lánið skuldi tó ikki rindast landskassanum aftur, um tann lesandi kemur heim aftur til Føroya at búgva eftir loknan lestur. Men nú verður ikki brúk fyri hesari sparingini hjá landskassanum. Tað segði Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í skúlamálum, í Degi amp Viku í gjárkvøldið. Landsstýrið væntaði at spara hálva triðju millión krónur um árið frá 2017. Ætlanin var at seta skipanina í verk í august næsta ár. Men sambært tí, sum landsstýrismaðurin segði í gjárkvøldið, verður hon av ongum. 34 fólk búgva í Svínáum í dag, men eingin av teimum er eftirkomari hjá niðursetufólkunum. Øll eru tilflytarar, men tey trívast væl í hesi lítlu bygdini í Eiðis Kommunu. Í sendingini greiðir Jóan Jacob Højsted, sum vaks upp í Svínáum, frá bygdini saman við Regini Ellingsgaard, sum hevur búð her síðani miðskeiðis í sjeytiárunum. Vitjað verður eisini á alistøðini, har fýra mans arbeiða, á klippistovuni í bygdini og hjá einum hjúnum úr Klaksvík, sum hava gjørt nógv burtur úr urtagarðinum og økinum uttan um húsini. Granni hjá teimum er filisoffurin Jógvan Hansen. Jenis av Rana, løgtingsmaður, er farin til New York á aðalfundin hjá ST. Hann hevur tí søkt løgtingið um farloyvi, meðan hann er burturstaddur frá 17.september til 8.oktober. Næsti maður á listanum hjá Miðflokkinum er Vinjard Johansen í Saltangará, sum áður hevur havt sæti á tngi sum varamaður. Løgtingið samtykti fyrrapartin uttan atkvøðugreiðslu, at Vinjard Johansen kann hava sæti á tingi, meðan Jenis av Rana er burturstaddur. Vanliga fara tvey løgtingsfólk, eitt úr samgonguni og eitt úr andstøðuni, á aðalfundin hjá ST. Annað er fyrra partin av aðalfundinum og hitt seinna partin. Løgtingsfólkini eru við í donsku sendinevndini sum eygleiðarar á aðalfundinum hjá ST, sum er í New York um heystið. Løgtingið hevur samtykt, at Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, skal svara skrivligum fyrispurningi frá Akseli V. Johannesen, formanni í Javnaðarflokkinum um skatta og avgjaldsinntøkurnar hjá landskassanum. Aksel V. Johannesen spyr Jørgen Niclasen, hvussu nógv skatta og avgjaldsinntøkurnar eru hækkaðar fyrstu átta mánaðirnar í ár samanborið við í fjør, og um hallið hjá landskassanum hevur verið hægri ella lægri fyrstu sjey mánaðirnar í ár enn í fjør. Aksel V. Johannesen sigur í viðmerkingunum til fyrispurningin, at alt bendir á, at hallið í landskassanum í ár verður størri enn tær 243 milliónir krónurnar, sum mett varð á fíggjarlógini. Hann vísir á, at sambært Taks eru avgjaldsinntøkurnar hækkaðar slakar 30 milliónir, men skattainntøkurnar eru lækkaðar slaka eina millión, og við at framskriva tølini fyri alt árið sæst, at inntøkuvøksturin verður á leið 45 milliónir krónur og ikki tær ætlaðu 200 milliónirnar. Sostatt verða landskassainntøkurnar 150 milliónir krónur færri, enn landsstýrismaðurin upprunaliga metti, sigur Aksel V. Johannesen í viðmerkingunum til fyrispurningin til Jørgen Niclasen, landsstýrismann. Føroyskar kvinnur eru nærum givnar at eta grind. Ein nýggj kanning, ið Jónrit Halling, farmaseutur og ph.d., hevur gjørt, vísir, at serliga yngri kvinnur nú eta sera lítið av tvøsti og spiki. Hon hevur spurt 200 til shy vildarliga vald vaksin fólk, hvussu ofta tey eta tvøst og spik. Bert 17 prosent hava svarað, at tey eta grind meira enn eina ferð um mánaðin. Næstan helvtin 47 prosent siga seg eta grind sjáldan ella ongantíð. Ongar kvinnur undir 40 ár eru millum teirra, ið siga seg eta grind ofta. Hetta stendur at lesa í blaðnum, sum í hesi vikuni er sent í hvørt hús í sambandi við Vísundavøkuna, sum Granskingarráðið skipar fyri í næstu viku. Nógv bendir tískil á, at tvøst og spik, ið einaferð varð mett sum sera heilsugóður kostur, nú hevur fingið so ringt orð á sær, at hann er um at hvørva av føroyska døgurðaborðinum. Hetta er ein sera vøkur søga, tí hon vísir, at føroyingar hava tikið á seg at loysa ein trupulleika, ið menniskjansligt ósketni í fremm shy andum londum er atvoldin til. Vit hava verið noydd at gevast at eta hendan vælsmakkandi matin, sum hevur verið við okkum allar dagar, og sum hevur havt stóran týdning fyri okkara samleika sum tjóð, sigur Pál Weihe granskari og serlækni í arbeiðsmedisini, við Vísundavøkublaðið. Tað var Pál Weihe, sum í áttatiárunum fór í gongd við at granska kyksilvurnøgdina í føroyingum, og kom fram til, at grind helst var orsøk til, at føroyingar høvdu munandi nógv meira kyksilvur í sær, enn onnur fólkasløg. Hetta arbeiði førdi í 2008 til, at Pál Weihe saman við Landslæknanum tók stigið fult út og mælti føroyingum til heilt at gevast við at eta tvøst og spik. Vísundavøkublaðið skrivar, at í 1986 vóru í miðal 24 mikrogramm av kyksilvuri í nalvastrongunum, í 2000 vóru 12 mikrogram og í 2009 vóru bert 4 mikrogramm av kyksilvuri í nalvastrongunum. Hetta er á leið tað sama sum í londum, har fólk ikki eta dálkaðan mat úr havinum. Flestu børn fáa heldur ikki grind at eta longur. Børnini, ið eru fødd í 1986, eru kannað regluliga, og tey hava nú nærum einki kviksilvur í blóðinum. Men skaðaárinini frá dálkingini í móðurlívi eru ikki horvin. Kanningar, ið vórðu gjørdar, tá børnini vóru 14 og 23 ára gomul, vísa, at tey enn hava tekin um árin á miðnervalagnum, skrivar Vísundavøkublaðið. Tað hevur vundið meira og meira upp á seg, at politikarar skifta flokk. Hetta rákið hevur serliga tikið dik á seg síðani aldarskiftið. Tað eru Eirikur Lindenskov, blaðstjóri, og Uni Arge, journalistur, samdir um. Teir skiftu orð um hetta rákið í Radaranum. Dorit Hansen og Øssur Winthereig greina føroyska miðlalandslagið, norskur fiskifrøðingur og stjórin á Havstovuni tosa um vanda við at undirfiska ein stovn, Turið Debes Hentze og Jógvan Elias Winther Poulsen, advokatar, skiftu orð um revsingina fyri kynsligan ágang og so tosa vit eisini við Kevin Edwards og Símun Arge um fyrstu prógvini fyri, at víkingar ikki vóru fyrstir at seta búgv í Føroyum. Andstøðan hevur 14 tinglimir, men Kári P. Højgaard vil ikki skriva undir at seta ein kanningarstjóra at kanna eitt mál, sum hann sjálvur er partur av. Janus Rein er farin upp í Fólkaflokkin, og vil tí heldur ikki skriva undir. Og samgongulimir eru í øllum førum ikki enn sinnaðir at taka undir við andstøðuni, staðfestir Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi Smápartafelagið Dimmalætting hevur fingið nýtt navn. Felagið eitur nú smápartafelagið Bring, sum var eitt av nógvum hjánøvnum hjá Dimmalætting. Tað hendi fríggjadagin. Samstundis fór Árni Gregersen frá sum forstjóri í felagnum. Nýggjur stjóri er Eyðfinn Reyðberg, sum eigur felagið. Hann var nevndarformaður í felagnum. Endamál felagsins er framvegis at reka miðlavirksemi herundir blaðútgávu, handil, tænastur, ráðgeving og aðra vinnu í hesum sambandi. Og partapeningurin er óbroyttur, 80.000 krónur Eyðfinn Reyðberg, sum eigur Bring, sum felagið Dimmalætting nú eitur, hevur onga viðmerking um tað, sum nú hendir. Hann vísir til Árna Gregersen. Samstundis er stovnað eitt nýtt felag, sum eitur D Media. Tað felagið er dótturfelag hjá Bring, sum eigur allan partapeningin, 80.000 krónur Hjánavnið hjá D Media er Dimmalætting. Og ætlanin var, sigur Árni Gregersen, at D Media skuldi geva Dimmalætting út fyrradagin, mánadagin. Men so gjørdu fakfeløgini hjá teimum, sum arbeiddu á Dimmalætting, bart. Árni Gregersen, sum er stjóri í D Media, sigur, at arbeitt verður við at geva eitt blað út, men nær tað verður, veit hann ikki enn. Nú D Media eigur navnið Dimmalætting er lætt at gita, at blaðið fer at eita Dimmalætting. Eingin kreditorur hjá smápartafelagnum Dimmalætting, sum nú eitur Bring, hevur kravt felagið á húsagang. Tað hevði heldur ikki nyttað nógv, tí har eru ongir pengar at fara eftir kortini. Tað gongst illa hjá andstøðuni at fáa neyðugu undirskriftirnar at seta kanningarstjóra at kanna tunnilsmálið. Andstøðan hevur 14 tinglimir, men Kári P. Højgaard, sum nú er í andstøðu, vil ikki skriva undir at seta kanningarstjóra at kanna eitt mál, sum hann sjálvur er partur av. Men í kjaksendingini í sjónvarpinum í gjárkvøldið tók næstformaðurin í Sambandsflokkinum, Johan Dahl, undir við at seta ein kanningarstjóra at kanna málið, um tað verður hildið at vera neyðugt. 17 fólk høvdu ein avgerandi leiklut í, at fleiri danskir peningastovnar fóru av knóranum av fíggjarkreppuni.Tað stendur í eini frágreiðing, sum ein nevnd júst hevur almannakunngjørt. Í frágreiðingini stendur, at Fíggjarligt Støðufesti mátti yvirtaka 12 peningastovnar, tí teir ikki klárarðu seg sjálvar. Víst verður á, at tað vóru nøkur fá fólk, sum ígjøgnum 1700 ymisk partafeløg høvdu høvuðsábyrgdina av, at peningastovnarnir noyddust at avskriva ovurstórar upphæddir. Frá 2008 til 2011 eru avskrivaðar 16 miljardir krónur, sum hesi somu fólkini høvdu ábyrgdina av. Eitt av málunum er um eitt ávíst tal av ognarspekulantum, sum seldu ognir sínámillum fyri ovurhonds stórar upphæddir, ið vóru langt oman fyri marknaðarprísin. Teir nýttu sonevnd pantibrøv til handilin, og læntu so fleiri pengar. So nógvar, at fleiri av peningastovnunum ikki fingu fótað sær, tá bústaðarmarknaðurin rapaði. Stutt undan fíggjarkreppuni, seint í 2007, vóru útlánini til tann bólkin av fólkum 21,1 miljard krónur Tað svarar til, at hvør peningastovnur lænti 14 prosent av sínum útlánum til teirra. Hjá Roskilde bank og Amagervbankanum var talan um meir enn 20 prosent av útlánunum. Í frágreiðingini verður víst á, at alt byrjaði skilagott. Men sum samskiftið við hesi fólkini vaks, gloymdu peningastovnarnir at síggja skeivleikarnar, hóast útlánini fingu slagsíðu. Ein onnur orsøk er helst, at hvørki peningastovnarnir ella Fíggjareftirlitið høvdu fult tamarhald á gongdini, tí eingin samlað uppgerð fanst fyri virksemið hjá fólkunum. Í frágreiðingini verður upplýst, at frá 2008 til 2011 avskrivaðu peningastovnarnir tilsamans 174 miljardir krónur Tjóðbankin vil vera við, at vøksturin í danska búskapinum hesi árini hevur verið meir enn tvey prosentstig minni, enn hann hevði verið, um fíggjarkreppan ikki kom. Tað hevur við sær, at 200 miljardir krónur eru mistar í virksemi í Danmark. Og í frágreiðingini verður sagt, at samlaða tapið hjá Danmark var 400 miljardir krónur av fíggjarkreppuni. Aftrat tí kemur, at almenna skuldin er vaksin, og arbeiðsloysið er økt. Ílegurnar hjá 1200 seyðum í átta høgum skulu nú kannast fyri at vita, um seyðurin hevur ridluskriða. Endamálið er at royna við kynbótararbeiði at ala okkum frá ridluskriða í Føroyum. Í sætta eykajáttanaruppskotinum hjá landsstýrinum í hesum fíggjarárinum uppskotið varð lagt fram í dag verður biðið um 879.000 krónur til verkætlanina hjá Heilsufrøðiligu starvsstovu. Ridluskriði varð fyrstu ferð ávístur í Føroyum í 1984. Eftir 1984 hava einstakir tilburðir av ridluskriða verið. Í fjør varð ein tilburður fráboðaður og staðfestur á Skælingi, í Skælingshaga norður. Í ár er støðan har versnað. Hildið verður, at har hava verið okkurt um 20 tilburðir í ár. Tríggir teirra eru staðfestir á kanningarstovu. Harumframt er seyður við sjúkueyðkennum sæddur í Skælingshaga suður. Ígerðartíðin er sera long. Seyður kann ganga við sjúkuni alt lívið uttan at vísa sjúkutekin. Tí roknar Heilsufrøðiliga starvsstova við, at fleiri seyðir enn teir, sum verða fráboðaðir, hava sjúkuna. Sjúkan kann verða flutt millum øki og millum oyggjar við seyði, sum er frískur smittuberi. Tí er vandi fyri, at frískir smittuberar eru nógva staðni í Føroyum. Ætlanin er nú at kanna allan seyðin í báðum raktu høgunum á Skælingi og í seks grannahøgum. Landsstýrið bað í dag løgtingið um 879.000 krónur í eykajáttan til kanningina. Játtanin hevur skund, tí arbeiðið skal gerast, tá fjøllini verða gingin um ikki so langa tíð. Livandi seyður verður eisini genkannaður, sigur Birna Mørkøre, landsdjóralækni. Tey, sum eiga hagarnar, har seyðurin skal kannast, taka undir við verkætlanini, sigur landsdjóralæknin. Eftir kanningina, sum nú skal gerast, verður lættari í framtíðini at forða fyri, at ridluskriði ger um seg. EB Streymur hevur skorað tíggju mál í tveimum dystum. Farna vikuskiftið vunnu sundalagsmenn 5 0 á ÍF, og í kvøld vunnu teir 5 1 á NSÍ. Víkingur vann 1 0 á 07 Vestur í Sørvági. Víkingur hevði bara tíggju manns á vøllinum, tá Finnur Justinussen skoraði í 81. minutti. Tríggjar minuttir áðrenn varð Atli Gregersen útvístur. Listafólkið hesa vikuna er Høgni Jarleivur Mohr, sum gongur á skúlanum The Animation Workshop í Viborg, har hann hevur linjuna Comuputer Graphics. Eg haldi, at eg fái mest íblástur frá ymiskum filmum td. teknifilmum, anime, sci fi, ævintýrum, noir og klassiskum filmum. Eg fái eisini eisini nógvan íblástur frá føroysku náttúruni. Ætlanin hjá mær er at blíva við at arbeiða við mínum myndum. Dreymurin er at liva av hesum, og eg ætli mær ikki at steðga, áðrenn eg eri komin har til. Í dag hoyra vit seinna part av søguni Herviligi Henry og bleyti svarti lenistólurin. Elin á Rógvi sigur frá og leggur til rættis. Jón Svein Heinesen og Finnur Hansen standa fyri tí tekniska. Bergur Rasmussen týddi til føroyskt Meðan dúgliga verður kjakast í hvørjum króki um prísin fyri Eysturoyartunnilin, vilja Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin hava ein part av pengunum, sum eru settir av til at fyrireika tunnilin. Pengarnir skulu brúkast til at fáa aðrar prísir enn tunnilsprísir niður. Flokkarnir vilja hava løgtingið at heita á landsstýrið um at leggja fyri løgtingið eina frágreiðing við tilmælum til, hvørji ítøkilig politisk tiltøk skulu gerast fyri at lækka høga kostnaðarstigið í Føroyum. Flokkarnir mæla eisini til at brúka eina millión av teimum seks, sum í ár eru settar av til at fyrireika Eysturoyartunnilin. Javnaðarflokkurin royndi júst tað sama í fjør vár, tað er at fáa kannað, hvussu til ber at gera ítøkilig politisk tiltøk, sum kunnu lækka prísirnar í Føroyum. Men tað vildi samgongan ikki. Í staðin fyri væntaði og vónaði samgongan tá fyri hálvum øðrum ári síðani at landsstýrið og vinnan saman fóru at finna okkurt, sum lækkaði prísstigið. Og meirilutin í Vinnunevndini helt eisini, at enn ein kanning fór ikki at lækka nakran kostnað í Føroyum. Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi siga, at búskaparfrøðingurin, Heri á Rógvi, hevur kannað, hvussu nógv vørur og tænastur kosta í Føroyum. Sambært kanningini eru Føroyar dýrasta land í Evropu at búgva í. Tað kostar at gera frágreiðingina og tilmælini, sum Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin nú vilja hava landsstýrið at gera. Flokkarnir skjóta tí upp at taka eina millión frá Eysturoyartunlinum. Rigmor Dam og Bjørt Samuelsen, løgtingskvinnur, sum fyri flokkar sínar hava fram lagt uppskotið um kostnaðarstigið, siga, at bara ein lítil partur er brúktur av teimum seks milliónunum, sum í ár eru játtaðar at fyrireika tunnilin millum Eysturoynna og Streymoynna. Ætlan er nú løgd til fyrireikingarnar til eina útgerðarhavn á Drelnesi. Tað skrivar Suðuroyarportalurin. Seinnapartin í gjár var fundur millum Tvøroyrar býráð og partafelagið Nordserv Drelnes um eina møguliga útgerðarhavn á Drelnesi. Nordserv Drelnes er eitt felag, sum Danbor í Esbjerg og partafelagið Richard B. Thomsen á Tvøroyri stovnaðu í hálvfemsunum. Og Danbor í Esbjerg er partur av AP Møller Mærsk samtakinum. Við á fundinum í gjár við Tvøroyrar býráð var menningarstjórin hjá Danbor í Esbjerg, Steen Hansen. Hann sigur í samrøðu við Suðuroyarportalin, at partarnir løgdu eina ætlan fyri, hvussu arbeiðast skuldi við ætlanunum at gera eina útgerðarhavn á Drelnesi. Vit fara nú at tosa við áhugað oljufeløg, og bjóða okkum fram at veita teimum eina sera góða tænastu á Drelnesi, sigur Steen Hansen við Suðuroyarportalin. Hann sigur eisini, at Tvøroyrar kommuna kunnaði teir um økið á Drelnesi. Tvøroyrar kommuna boðaði Norserv Drelnes frá, at tað heilt skjótt verður farið undir at byggja eitt mentanarhús á økinum, og at økið til útgerðarhavnina tí ikki verður so stórt, sum av fyrstan tíð ætlað. Men partafelagið Nordserv Drelnes boðaði frá, at økið er nóg størt til bæði útgerðarhavn og mentanarhús. Kringvarpið er aftur á ferð og tekur upp sálmar, ið skulu brúkast til sálmasavnið hjá stovninum. Harumframt verða onkrar upptøkur helst eisini við á fløguútgávuni raquo Syng mín sál 4 laquo , ið kemur móti jólum. 253 sangglaðir klaksvíkingar vóru savnaðir í Christianskirkjuni í gjárkvøldið, mikukvøldið, tá nýggjar upptøkur av jóla og páskasálmum vórðu gjørdar. Við urguna sat Jóhanna Johannessen, Andras Sólstein spældi horn til nakrar av sálmunum. Alfred Olsen, formaður í tingbólkinum hjá Sambandsflokkinum, sigur, at Høgni Hoydal hevur spurt allar tinglimirnar hjá Sambandsflokkinum um at skriva undir, men tað vilja tey ikki. At Johan Dahl, næstformaður í flokkinum rør framundir, at hann einki hevur ímóti at seta ein kanningarstjóra, er hansara egna avgerð. Hann kann ikki skriva undir sjálvur, tí hann er ikki í løgtinginum. Hann hevur kanska ikki vitað, at øll tingfólkini hjá Sambandsflokkinum vórðu biðin um at skriva undir, men søgdu nei. Alfred Olsen vísir á, at løgtingið hevur landsstýrismálanevndina, sum skal kanna slík mál, og tað ger nevndin eisini í hesum førinum. Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, hevur somu áskoðan, og heldur ikki teir fara at skriva undir. Bill Justinussen sigur, at tað altíð er andstøðan, sum kemur við slíkum uppskoti, og endamalið er bert at skapa øsing. Tí taki eg ikki undir við at seta ein kanningarstjóra, sigur tingmaðurin hjá Miðflokkinum. Jákup Mikkelsen, formaður í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum, sigur, at málið um handfaringina av Skálafjarðartunlinum, er í landsstýrismálanevndini. Tað er hon, sum skal viðgera slík mál, og tað eiga vit at hava virðing fyri, sigur Jákup Mikkelsen. Helgi Abrahamsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, vil hava at vita frá Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, um landsstýrið fer at lata kommunum stuðulsán til eldrabústaðir, áðrenn máløkið verður latið kommununum at umsita. Hann hevur boðað frá einum skrivligum fyrispurningi til landsstýriskvinnuna í almannamálum, og á tingfundinum mikudagin fer tingið at taka støðu til, um fyrispurningurin skal svarast. Helgi Abrahamsen vísir á, at Sjóvar kommuna hevur í fleiri ár arbeitt við eini ætlan um at byggja eldrasambýli, og hevur søkt landsstýrið um stuðul til endamálið. Men boðini úr landsstýrinum hava alla tíðina verið, at bíðast má til næstu ferð, tá stuðulslán til ellis og røktarheim og eldrasambýli verða boðin út. Nú er ivasamt, um næsta útbjóðing nakrantíð verður, sigur Helgi Abrahamsen, sum vísir á, at eldraøkið møguliga verður lagt út til kommunurnar. Hann vil tí hava at vita frá Anniku Olsen, um landsstýrið fer at lata fleiri stuðulslán til eldrabústaðir, áðrenn málsøkið verður latið kommununum at umsita. Klokkan eitt fer samgongan á fund at viðgera fíggjarlógina fyri næsta ár og tunnilsmálið. Uppskotið hjá landsstýrinum um fíggjarlóg fyri 2014 skal vera liðugt og lagt fyri løgtingið fyri 1.oktober. Mánadagin og týsdagin vóru landsstýrið og meirilutin í Fíggjarnevndini, nevndarlimirnir hjá samgonguni, á Hotel Vágum, har tey viðgjørdu fíggjarlógaruppskotið. Enn er frágreiðingin hjá embætisfólkum í fýra aðalráðum, Løgmansskrivstovuni, Vinnumálaráðnum, Innlendismálaráðnum og Fíggjarmálaráðnum og hjá Landsverki um møguleikarnar at gera Eysturoyartunnilin ikki heilt liðug. Sukursjúkusjúklingar, sum hava trupulleikar við sjónini, kunnu nú fáa betri fyribyrgjandi viðgerð á landssjúkrahúsinum, tí eygnadeildin hevur fingið trý nýggj tól til gávus úr Danmark. Vit hava verið á Eygnadeildini og tosa við Elina Holm eygnalækna. Fýra nótaskip hava fingið felagskvotur, 300 tons av makreli og 200 tons av sild, sum skulu brúkast til at menna trol og pumpuskipan. Harafturat skulu royndir gerast at skilja og góðska makrel. Og øll átta skipini eru við í einari verkætlan um at føra væl hagreiddan makrel til lands, har hann skal viðgerast meira og góðskast. Makrelurin skal landast til Vestmanna Seafood, og hann skal brúkast til matna. Tú fært nógvar bøkur fyri nakrar metrar av asfalti. Tað heldur Kári á Rógvi, sum saknar fleiri bøkur á føroyskum. Kári kallar seg sjálvan bibliofilan og tá hann onki sjónvarp hevur heima, fekk nógv tíð við at lesa. Hann hevur eisini ein dreym um at fáa bókmentir og løgfrøði at renna saman. Sýriski forsetin, Bashar al Assad, viðgongur, at stýrið hevur kemisk vápn, men at hann er til reiðar at beina tey burtur. Tað sigur hann í samrøðu við Fox News. USA vil vera við, at sýriska stjórnin brúkti kemisk vápn móti fólkinum í einum álopi í Damaskus fyri einum mánaði síðani. 1400 fólk doyðu. Ein frágreiðing hjá ST staðfesti um dagarnar, at nervagassið sarin varð brúkt í álopinum í Damaskus. Og so er tað nú leygardagin, at stóra innsavningin verður hjá Reyða Krossi verður kring landið. Vit hittu í morgun Ennu Mikkelsen, sum samskipar innsavningina og Hjalta í Jákupsstovu formann í Reyða Krossi Í fyrstu sendingini Kyn og kenslur tosaðu Turið Horn, Ann Dahl Hansen og Jógvan Zachariassen ið eru við í kjakpanelinum hjá sendingini um eina kvinnu, ið letur elskaran flyta inn, so skjótt maðurin hjá kvinnuni fer til sjós. Hoyr alt kjakið um kvinnuna, sum er ótrúgv til høgru og vinstru. Hoyr eisini, hvat annað var á skránni í fyrstu sendingini, sum vit senda hvørt mikukvøld klokkan hálvgum sjey í vetur. Tjóðbankin ivast í, um tað fer at eydnast landsstýrinum í Føroyum at fáa javnvág í fíggjarlógina í 2016. Í frágreiðing sínari um triðja ársfjórðing viðger Tjóðbankin eisini føroyska búskapin. Tað er gott, sigur Morten Hedegaard Rasmussen, sum skrivar um Føroyar, at landsstýrið vil hava avlop í landskassanum frá 2016. Ein fíggjarpolitikkur, sum ikki er nóg góður, fer skjótt at enda í einari lægri kredittmeting og hægri rentum. Men stór óvissa er um, hvussu landsstýrið ætlar at sleppa av við hallið. Skjótari javnvágin kemur, lættari verður hjá bæði húsarhaldum og vinnuni at leggja til rættis sambært tí. Og tað styrkir harafturat trúvirðið hjá fíggjarpolitikkinum. Gamaní hevur kredittmetingarfyritøkan Moody acute s fyri stuttum staðfest ratingina, skoðsmálið hjá Føroyum at vera Aa3, sum er tann fjórð besta av 21 møguligum. Men vandi er fyri einari verri rating, tí handilstiltøkini hjá ES elva til óvissa um føroyska búskapin, sigur Tjóðbankin. Tjóðbankin sigur eisini, at nógvir føroyingar, sum búgva í Føroyum, arbeiða í øðrum londum. Stórur eftirspurningur eftir føroyskari arbeiðsmegi uttanlands ger, at einki bendir á, at føroyingar fara at gevast við at arbeiða í øðrum londum. Men millum annað byggivinnan í Føroyum hevur brúk fyri arbeiðsmegi. Landsstyrismálanevndin skal hava frið at viðgera málið um Skálafjarðartunnilin. Men ber tað ikki á mál, og tað vísir seg at viðurskifti verða duld, so má ein kanningarstjóri setast. Tað sigur Henrik Old, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, sum fyribils hevur valt ikki at skriva undir brævið um at seta ein kanningarstjóra. Ein annar javnaðartingmaður, Gerhard Lognberg, hevur heldur ikki skrivað undir. Hann heldur, at tær ein til tvær miljónirnar, sum tað fer at kosta at seta ein kanningarstjóra, fara betri til eitt nú eldraøkið ella heimahjálpina. Føroyar hava útflutt fyri góðar 3,1 milliardir krónur Av tí eigur alivinnan 1,4 milliardir. Vøksturin har er 43 prosent. Tølini vísa, at prísurin fyri alilaks er nógv vaksin í ár, tí tonsini eru bara seks prosent fleiri í ár enn í fjør. Útflutningurin av botnfiski, so sum toski, hýsu og upsa, minkar í virði, men ikki í nøgd. Virðið er 59 milliónir krónur minni í ár. Í Noregi hava teir teir fýra flokkarnir, Høgriflokkurin, Framburðsflokkurin, Vinstriflokkurin og Kristiligi fólkaflokkurin, í tríggjar dagar tosað um mál, sum flokkarnir hvør sær vilja hava á dagsskránna næstu árini. Tað ítøkiligasta, sum flokkarnir alment hava sagt er, at Erna Solberg úr Høgraflokkinum skal verða forsætisráðharri í eini nýggjari, borgarligari stjórn. Formaðurin í Kristiliga fólkaflokkinum, Knut Arild Hareide, segði í gjár, at tað gongur framá, men fleiri mál eru eftir at viðgera Keldur siga við norska kringvarpið, at samráðingarnar halda fram hesa vikuna og næstu viku aftrat, men tá er ein óalmenn freist fyri, um teir fýra flokkarnir fara at skipa stjórn. Meðan Høgriflokkurin og Framburðsflokkurin vilja skipa meirilutastjórn við fýra flokkum, hava Vinstriflokkurin og Kristiligi fólkaflokkurin sagt, at tað er neyvan sannlíkt, at teir fara í stjórn saman við Framburðsflokkinum. Harumframt hevur Framburðsflokkurin lovað veljarunum, at hann fer ikki at stuðla eini stjórn, sum hann ikki er partur av. Eitt av truplumálunum, sum flokkarnir hava viðgjørt, er oljuboring í Lofoten, Vester len og Senja. Kristiligi fólkaflokkurin vil hava útgreinað, hvussu stóra ávirkan oljuboring fer at hava í økjunum. Ósemja er eisini um, hvat oljuinntøkurnar skulu brúkast til. Tá flokkarnir hava viðgjørt øll hjartamálini, skulu floksleiðararnir aftur til baklandið fyri at viðgerða tað, sum er komið fram á fyrireikandi samgongu samráðingarfundunum. 14. oktober leggur Jens Stoltenberg, fráfarandi forsætisráðharri, fram fíggjarlógina, og síðani leggur hann frá sær. Tá verður hildið, at nýggja stjórnin er skipað Nevndin hevur gjørt av at taka málið til viðgerðar, um fyrrverandi landsstýrismaðurin í innlendismálum, Kári P. Højgaard, er farin út um sínar heimildir við at undirskriva eina avtalu við Copenhagen Infrastructure Partners um at rinda 1 miljón krónur, tí sáttmálin ikki varð undirskrivaður í seinasta lagi 31. august. Landsstýrismálanevndin eigur at kanna alt málið, tí alt ov nógv hongur í leysum lofti, og tað kann eingin liva við, Aksel V. Johannesen. Hann sigur seg vera samdan við Hendrik Old, tingmann, sum ikki vil skriva undir at seta kanningarstjóra, fyrr enn landsstýrismálanevndin kemur við sínari niðurstøðu. Hann er 35 ára gamal, og ein av teimum fáu, ið starvast fulla tíð sum tónleikari, sangskrivari og framleiðari í Føroyum. Kristoffur eigur og rekur Kristuff Studio, har nógvar av best umtóktu føroysku fløgunum seinastu árini eru framleiddar. Í Brunsj greiðir Kristoffur eisini frá barna og ungdómsárunum í Klaksvík, frá lívinum sum ungur sjómaður, málarameistari og familjupápi. Í dag hoyra vit fyrra part av søguni Herviligi Henry sleppur í sjónvarpið. Elin á Rógvi sigur frá og leggur til rættis. Teknikarar eru Finnur Hansen og Jón Svein Heinesen. Bergur Rasmussen týddi til føroyskt. Føroyingar innflyta fyri meira enn hálva milliard meira enn útflutningurin gevur. Men munurin millum innflutning og útflutning er tó nógv minni í ár enn í fjør. Til 1.august í ár var innflutningurin 670 milliónir krónur størri enn útflutningurin. Men innflutningurin í ár er tó hálva milliard minni enn í fjør. Og útflutningurin er 300 milliónir størri. Innflutningstølini, sum Hagstovan kunnger, eru við og uttan skip og flogfør. Í ár telja skip og flogfør eina góða hálva milliard minni enn í fjør, so skip og fløgfør gera allan munin í innflutningstølunum. Sambært uppskotinum hjá umsitingini um fíggjarætlan hjá Klaksvíkar kommunu fyri næsta ár, fer kommunan at hava góðar 7,5 milliónir krónur í avlopi í 2014. Tá uppskotið hevði verið í Fíggjarnevndini og vent var tó javnvág í fíggjarætlanini. Sambært Fíggjarnevndini verða inntøkurnar hjá kommununi 157 milliónir krónur næsta ár, og raksturin fer at kosta 104 milliónir. 14 milliónir fara til rentur og avdráttir. So eru 39 milliónir eftir. Og tær skulu brúkast til íløgur, sigur Fíggjarnevndin í sínum tilmæli til býráðið. Rentustuðulin fer at kosta hálva sættu millión, og sáttmálabundnar lønarhækkingar fara at kosta Klaksvíkar kommunu millum 800.000 krónur og eina millión næsta ár. Klaksvíkar kommuna rindar 73 milliónir krónur í lønum um árið. Sambært fíggjarætlanini hjá Klaksvík fyri í ár, verður hallið 16,4 milliónir. Íløgurnar hjá kommununi eru óvanligar stórar í ár, 55,8 milliónir. Antin noyðist Landsverk at samráða seg niðureftir, ella noyðist landsstýrið í løgtingið at biðja um fleiri pengar. Nú tilboðini eru latin upp, er lægsta tilboðið upp á arbeiðið at gera berghol til Viðareiðis 175 milliónir krónur Tað eru 13 milliónir meira, enn løgtingið í vár játtaði til arbeiðið. Sambært lógini kann verkætlanin í mesta lagi kosta 162 milliónir krónur Føroyska byggifelagið Articon og norska felagið LNS eiga lægsta tilboðið. Landsverk fekk tilboð frá fýra byggifeløgum. Hini tilboðini eru nakað væl hægri enn tilboðið frá Articon og LNS. Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur gjørt av at lata 300.000 krónur til neyðhjálpararbeiði í krígsherjaða Sýria. Hjálpin verður latin í samstarvi við heimsmatvøru stovninum hjá ST. Landsstýrismaðurin í heilsumálum umsitur játtanina til neyðhjálp. Í ár eru 500.000 krónur settar av til neyðhjálpararbeiði kring heimin. Endamálið við játtanini er at veita neyðhjálp, tá ið vanlukkur raka úti í heimi, stendur í tíðindaskrivi frá heilsumálaráðnum. 2.000 føroyingar arbeiða uttanlands, og tey høvdu í 2011 eina nettoinntøku uppá tilsamans 850 milliónir krónur. Føroyar eru tað landið í Euvopa, sum fær størsta ískoytið til búskapin frá lønum vunnar uttanlands. Tá Búskaparráðið herfyri legði fram sína frágreiðing um búskaparstøðuna, vóru áhugaverd tøl at síggja um lønarinntøkur føroyinga uttanlands. Frá 1998 til 2004 lá inntøkan um stívliga 300 milliónir krónur, men síðani er hon vaksin á hvørjum ári, og í 2011 komu 850 milliónir krónur komu til Føroya sum inntøkur frá føroyingum, ið arbeiða uttanlands. Talan er um netto nntøkur, tí í flestu førum er skatturin goldin í tí landinum, har teir eru vunnir. Føroyskir handverkarar, sum arbeiða í Noregi og búgva í Føroyum, hava meiri pening eftir eftir skatt í Noregi, enn fyri skatt í Føroyum. Úrslitið er, at føroyskar fyritøkur fáa ikki nóg mikið av handverkarum. Føroyskir myndugleikar eru við til at stuðla útlendskum arbeiðsgevarum í kappingini um arbeiðsmegina, og tað er skaðiligt fyri føroyska búskapin, sigur Sigurd Poulsen, búskaparfrøðingur og stjóri á Hagstovuni. Hann mælir til at greina viðurskiftini út í æsir og fremja neyðugu broytingarnar. Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, sigur tað vera ein trupulleika, at føroyingar leita sær til onnur lond at arbeiða, samstundis sum trot er á arbeiðsmegi í Føroyum. Arbeitt verður við málinum, og tað kemur á landsstýrisborð í næstu viku, sigur Johan Dahl. Yvirlýsingin, sum millum onnur Starvsmannafelagið, Lærarafelagið, Akademikarafelagið og Fiskimannafelagið hava skrivað undir, sigur eitt nú, at grundleggjandi og sáttmálatryggjað rættindi skulu haldast og virðast. Starvsfólk eiga sum eina sjálvfylgju at verða virðiliga viðfarin av sínum arbeiðsgevara, verður sagt. Fólkini, sum vórðu sett at gera uppskot um tunnilsmálið, hava fýra uppskot um loysnir. Og tey mæla frá, at verkætlanin verður antin privat ella almenn burturav. Samgongan hevði fund um tunnilsmálið í gjár. Og eftir tann fundin tykist vera greitt, at leisturin hjá Kára P. Højgaard og Innlendismálaráðnum um privata loysn burturav saman við Copenhagen Infrastructure Partners verður ikki brúktur. Sannlíkt er nú, at stóra verkætlanin verður bæði almenn og privat. Formenninir í samgonguflokkunum og meirilutin í Fíggjarnevndini skulu nú arbeiða víðari við tunnilsmálinum. Hon vaks upp á gomlu Dimmu, har pápi hennara Georg. L. Samuelsen, var blaðstjóri í mong ár. Tað var ikki við hansara besta vilja, at Beate kom í læru sum journalistur á Dimmalætting. Men hon var treisk, og slapp í læru. Men treytin var, at hon eisini fór á journalistháskúla. Beate skrivaði søgu sum fyrsti útbúni kvinnuligur journalistur í landinum. Øll síni arbeiðsár hevur hon starvast á Dimmalætting. Útvarpið fer nú undir eina sendirøð úr bygdina Húavík. Jógvan Arge er á ferð við Hanusi undir Leitinum. Hanus hevur verið lærari á Sandoyar Meginskúla og í Húsavíkar skúla. Hann sat í nógv ár i sóknarstýrinum og var eisini sóknarstýrisformaður. Ferðin byrjar í býlinginum sunnanfyri Ánna og endar í tí stóra býlinginum Heimi á Garði, har bæði toftirnar hjá hústrúnni og kirkjan eru. Í fyrstu sending verður sagt frá Húsavík í søgu og sagnum. Greitt verður frá útdeyða býlinginum Uppi í Haga og býlinginum sunnan fyri Ánna sum heild. Hoyr, hvat Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, sum nú umsitur tunnilsmál, sigur um uppskotið hjá Kára P. Højgaard, fyrverandi landsstýrismanni. Námsvinnan, sum bankar upp á undir grønlendsku fjøllunum, hevur sett grønlendska Heimastýri í eina tvístøðu. Øðrumegin livir dreymurin um, at hundraðtals milliónir steyma inn í landskassan um árið. Hinumegin spøkir marran um eina vanlukkuliga dálking, sum kann skaða bæði umhvørvi og heilsuna hjá grønlendingum. Mitt í rokanum er føroyingurin Rógvi Finnson Johansen, sum starvast sum serligur ráðgevi í ráðnum fyri Heilsu og Infrakervi hjá grønlendska Sjálvstýrinum. Finnur Koba hitti hann í kantinuni í mentanarhúsinum Katuaq í Nuuk. Hvør er meiri verdurmaðurin, sum eg eri vorðin glað fyri, ella vinkonan, sum eg havi kent síðani 1. flokk, spyr ein kvinna, sum er fallin fyri eksmanninum hjá vinkonuni. Rætturin bíðar, til Fiskimálaráðið hevur tikið støðu til kærur um avgerðina hjá Búnaðarstovuni at lata Jens Hera Jacobsen fáa festið. Nakrar kærur eru komnar, og hoyringarfreistin er úti mánadagin. Í Brunsj greiðir Jensina eisini frá teimum 22 árunum, hon búði í Danmark, og hvussu hon hevur uppliva tey seinastu 3 árini í Føroyum. Eingin í landsstýrismálanevndini hevur ætlanir um at dylja nakað fyri almenninginum. Og samgonguumboðini blokera heldur ikki arbeiðið í nevndini. Hann heldur tað hava størsta týdning at fáa greiði á, hvat tað er, sum skal kannast, og fyrr enn tað er greitt, ber ikki til at seta kanningarstjóra. Í dag og í morgin verður fólkafundurí Klaksvík, sum fyrireikararnir lýsa sum ein politiskan og demokratiskan festival. Hugskotið við festivalinum er at savna myndugleikar, feløg, áhugafeløg og einstaklingar á einum og sama staði. Hoyr samrøðu við Jóhannes Miðskarð, ein av fyrireikarunum, og Sigrun Wardum, forkvinnu í Javna, sum er eitt av feløgunum á fólkafundinum. á fólkafundinum leygardagin 21. september kl. 16.30. Tað er sera torført at fáa eygnavitnisfrágreiðingar frá Sýria. Tað er heilt einfalt ov vandamikið at ferðast í landinum, og tí eru tey fá, sum váða hetta. Vit eru tó í eini heilt serstakari støðu, tí Haifaa Awad, sum er lækni og júst afturkomin úr Sýria, er í Føroyum í løtuni. Haifaa Awad, sum er nýútbúgvin lækni hevur seinasta mánaðin arbeitt á einum sjúkrahúsið har norðuri í Sýria. Haifaa hevur búð í Danmark síðani 1993, men hevur javnan vitjað Sýria, har hon er fødd. Í summar vitjaði hon aftur í sínum heimlandi, men hesa ferð kom hon sum sjálvboðin lækni ígjøgnum Læknar uttan landamørk. Her sá hon sá sítt land fara upp í eld, meðan hon stríddist við at vekja barnahjørtu aftur til lívið. Hon upplivdi ekstremt máttloysi og vónloysi, men hon sigur soleiðis Eg føldi, at eg gjørdi ein mun. At eg gav nøkrum sýrum vón um, at heimurin uttanfyri ikki hevur gloymt tey. At tey ikki bert eru eitt hagtal . Haifaa Awad hevur skrivað dagbók, sum er útkomin á heimasíðuna. Tær 13 dagbøkurnar hjá Haifu eru tað mest lisna tilfarið nakrantíð á síðuni. Fleiri enn 200.000 fólk hava fylgt Haifu og hennara upplivingum úr Sýria. Nú er Haifa í Føroyum í lestrarørindum, og vit hava tí tann serliga møguleika at møta henni persónliga. Dagbókin hjá Haifu kann lesast her. Fólkafundurin í Klaksvík skal styrkja fólkaræðið. Tí kann tað undra, at ikki allir politikarar eru umboðaðir. Fólkaflokkurin og Miðflokkurin eru ikki við. HM undankappingardysturin millum Føroyar og Skotland er søguligur fyri føroyskan fótbólt, tí hetta er fyrstu ferð, at kvinnurnar spæla ein veruligan HM undankappingardyst. Føroyar megnaðu fyrr í ár at spæla seg víðari úr undankappingini, og komu í bólk saman við Skotlandi, Póllandi, Svøríki, Bosnia, og Norðurírlandi. Dysturin í kvøld millum Føroyar og Skotland er tann fyrsti í bólkinum. Dysturin byrjar klokkan 17 15 og útvarpið sendir beinleiðis. Bólturin er eisini á skránni í dag. Í dag útvarpa vit dystin millum HB og EB Streym. Fylgt verður eisini við, hvussu tað gongur í hinum dystunum. Hesaferð tosa vertirnir Eir Nolsøe og Rannvá Egholm við millum annað Niklas Brimnes og Kára Kristiansen, sum vilja venda búffum ístaðin fyri at rokna vinklar, og eisini fara vit at fáa nøkur gullkorn frá Niels Arge Galan, sum er forsangari í 200 og miðlagrafikari. Í Evropameistara kappingini í Trondheim gjørdu teir fýra føroyingarnir, Mia Staksá, Henny Heinesen, Óluva Simonsen og Sonni Eliassen, veruliga vart við seg. Óluva gjørdist tvífaldur evropameistari, meðan hini fingu hvør sítt meitaraheitið. Venjarin, Svein Rógvi Nielsen Ljósstein, sigur at hetta er eitt stórt úrslit fyri Kettlebells í Føroyum og kom tað eitt sindur óvart á hann, at úrslitið gjørdist so gott. Svein Rógvi sigur eisini, at tað er stuttligt at ein lítil tjóð sum Føroyar kann blanda seg ímillum tey bestu í Evropa. Dysturin millum Føroyar og Skotland bleiv í veruleikanum settur upp á pláss upp á ein hálvan tíma. Skotland var á odda 5 0, tá ein hálvur tími var farin, og tað var eisini hálvleiksttøðan. Føroyska liðið var meira verjukent í seinna hálvleiki, og royndi seg við skjótálopum. Tann taktikkurin eydnaðist munandi betri, tí í seinna hálvleiki fingu liðini tvey mál í part. Tá 77 minuttir vóru farnir, var Skotland á odda 7 0, men Heidi Sevdal minkaði tvær ferðir um munin, so at endaliga úrslitið bleiv 7 2 til Skotland. Skotland telist millum sterkastu londini í bólkinum. Tær eru nummar tjúgu á altjóða styrkislistanum hjá FIFA. Føroyar eru nummar 67. Hósdagin skulu føroysku kvinnurnar aftur spæla HM undankappingardyst. Tá møta tær Póllandi á útivølli. Pólland er nummar 30 á FIFA styrkislistanum. Millum mongu ferðavinnubásarnar á Vestnorden Travel Mart í Nuuk um vikuskifti var básin hjá lítlu matstovuni hjá Elisabeth á Viðareiði. Í dag hoyra vit seinna part av søguni um Herviliga Henry, sum sleppur í sjónvarpið. Elin á Rógvi sigur frá og leggur til rættis. Bergur Rasmussen týddi til føroyskt. Teknikarar vóru Finnur Hansen og Jón Svein Henesen Nakrar fríggjadagar í vetur skipa Norðurlandahúsið og Kringvarpið fyri mentanarcaf í Norðurlandahúsinum. Hoyr fyrstu sendingina her. Í dag eru vit í Fuglafirði. Her er mentanarvika, og 12 ára gamla Maria á Lakjuni fer at hava útgávukonsert saman við Bros. Hon hevur fyri kortum givið fløgu út. Felagsskapurin Kris, sum hjálpir seksult misbrúktum, skipar komandi hóskvøld fyri einum stórum stuðulstiltaki í Badmintonhøllini í Klaksvík. Innkomni peningurin skal millum annað brúkast til eitt nýtt viðgerðarstað. Beinta Pedersen, sum er forkvinna í nevndini í Kris, var gestur í GMF í morgun. Tá alkohol ger um seg í einum heimi, eru tað tey avvarðandi, sum eru tapararnir. Hóast hjálp kann veitast sjúka alkoholikaranum, so vera tey avvarðandi ofta gloymd. Eingin viðgerð er til hini í familjuni, sum dagliga liva saman við einum alkoholikara. Stuðulsfelagið hjá Heilbrigdi, vil gjarna varpa ljós á henda trupuleika, og í tí sambandi hava tey fingið Kristinu Hermann, Cand. Psych. úr Danmark at greiða frá, hvussu hjálpin kann veitast. Sum undanfarin ár verða allir granskingarstovnarnir í Føroyum við í tiltakinum, sum hevur til endamáls at kveikja áhugan fyri gransking og vísa, hvat hendir á granskingarøkinum. Broytingar vóru gjørdar í leigulógini her í vár, sum kunnu hava stóran týdning fyri leigararnar. Depositum verður nú sett á eina serliga konto. Brúkaraumboðið svaraði ein spurningi frá leigara í morgun. Fólkafundurin 2013 skipaði fyri hugsjónarligum kjaki millum fyrrverandi politikarar. Luttakarar vóru Torbjørn Jacobsen, Jóannes Eidesgaard, Óli Breckmann, Magni Laksáfoss. Tað stendur illa til við dómaramanning, nú hondbóltskappingina skal byrja komandi vikuskiftið. Fimm dystir eru á skránni, men bara eitt dómarapar er tøkt at døma. Sostatt er føroyskur hondbóltur í kreppu í løtuni. Kristian Johansen, formaður í Hondbóltssambandinum sigur, at um fleiri dómarapør ikki bjóða seg fram, kann avleiðingin blíva, at eingin hondbóltskapping verður í ár. Um feløgini ikki finna dómarar, er størsta avleiðingin, at tað ikki verður nøkur kapping, segði Kristian Johansen við tíðindini á døgurða. Í Nairobi, høvuðsstaðnum í Kenya, er alt so at siga í undantaksstøðu eftir at yvirgangsfólk hava hersett ein stóran og vælumtóktan innkeypsskála. Westgate keypsskálin er sera vælumtóktur millum útlendingar í Nairobi. Leygardagin lupu fólk eftir øllum at døma yvirgangsfólk, sum stuðla somaliska al shabaab mótmælisrørsluni, á keypsskálan og fóru at skjóta. Illgruni var beinanvegin um muslimskar yvirgangsfelagsskapir, tí fólk, sum vóru muslimar sluppu leys beinanvegin. Altjóða Reyði Krossu hevur í dag staðfest, at minst 69 fólk eru dripin og fleiri hundrað eru deyð. Óvist er hvat er hent við 63 fólkum, men roknað verður við, at fleiri teirra verða hildin gíslar í keypsskálanum. Nuka Eidesgaard av Eiði arbeiðir í løtuni á einum barnaheimi í Nairobi, og hon býr einans 3 kilometrar frá skálanum, og kann úr heimi sínum eygleiða hvat hendir nærhendis keypsskálan. Tá vit tosaðu við hana umvegis Skype fyri einum lítlum tíma síðani, sá hon svartan royk koma úr sentrinum. Myndatekstur Nuka Eidesgaard av Eiði arbeiðir á einum barnaheimi í Nairobi mynd av Facebook Nevndin spurdi Kára P. Højgaard, hví hann ikki hevði upplýsingar hjá Landsverki við, tá hann svaraði einum fyrispurningi í løgtinginum. Innlendismálaráðið sendi spurningin til løgmann, sum sendi hann aftur, ósvaraðan. Svarið kom ikki fyrr enn freistin var farin, sigur Sirið Stenberg, forkvinna í Landsstýrismálanevndini. Nú er ætlanin at Kári P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismaður skal svara spurningunum frá Landsstýrismálanevndini. Men hann má eisini fáa tvær vikur at svara, tí tað hava hini fingið. Tað var stjórin í Ferðaráð Føroya, Gurið Højgaard, sum hevði framløgu fyri eini 100 ferðavinnuumboðum um Føroyar sum ferðamannaland, og samstundis varð filmurin vístur. Samanrenningin av Fróðskaparsetri Føroya, Fiskaaling og ymsum privatum vinnufyritøkum í granskingarsetrinum er serstøk, og gevur serliga góðar møguleikar at søkja um fígging til verkætlanir. Janus Vang tók embætisprógv á Roskilde Universitetscenter í 2004 innan mokylærbiologi og kemi. Síðani starvaðist hann á biologiska instituttinum á universitetinum í Keypmannahavn. Í 2006 flutti hann til USA, har hann hevur skrivað PhD ritgerð innan biomedisinska vísind á universitetinum í Connecticut. Í 2012 flutti hann aftur til Føroya at búgva. Sum stjóri í P F iNOVA verður Janus Vang dagligur leiðari á granskarasetrinum iNOVA á Hoyvíksvegi í Tórshavn. Hansara uppgáva verður at byggja upp eitt virkið og áhugavert granskaraumhvørvi. Granskarasetrið varð tikið í brúk í juni í ár. Almenni grunnurin Vinnuframi eigur bygningin og hevur innrættað hølini, og P F iNOVA skal standa fyri rakstrinum. Nakrar av teimum størstu fyritøkunum í Føroyum hava sett partapening í iNOVA. Í dag hoyra vit fyrra part av Herviliga Henry í spøkilsishúsinum. Elin á Rógvi leggur ljóðmyndina til rættis. Bergur Rasmussen týddi. Jón Svein Heinesen og Finnur Hansen vóru teknikarar Bara løgmaður, landsstýrisfólk og ein meiriluti í løgtinginum eiga at kunna biðja stýrisskipanardómstólin taka avgerð í einum máli. Eisini mál, har landsstýrisfólk ikki hevur tikið nakra avgerð, men ætlar at taka avgerð, kunnu leggjast fyri stýrisskipanardómstólin. Hann fekk sjálvur nógvar og hvassar atfinningar ta tíðina, hann var í landsstýrinum. Fyrst fyri málið um byggisamtyktina á Tvøroyri, so Varðin Pelagic sum skjótast kundi sleppa í gongd at byggja frystigoymslu. Og síðani misti Kári P. Højgaard landsstýrissessin fyri ætlan sína at gera loyniligan sáttmála við danskt íløgufelag um Eysturoyartunnilin. Vit hava í okkara stýrisskipan ongan myndugleika, sum hevur endaliga orðið, tá støða skal takast til, hvussu stýrisskipanarlógin og játtanarlógin skulu skiljast, heldur Kári P. Højgaard. Nógvar løgfrøðiligar meiningar kunnu vera um eitt ávíst mál. Men eingin av teimum kann brúkast til nakað sum helst, leggur tingmaðurin afturat. Bara løgmaður, landsstýrisfólk og ein meiriluti í løgtinginum eiga at kunna biðja stýrisskipanardómstólin taka avgerð í einum máli. Eisini mál, har landsstýrisfólk ikki hevur tikið nakra avgerð, men ætlar at taka avgerð, kunnu leggjast fyri stýrisskipanardómstólin. Hann fekk sjálvur nógvar og hvassar atfinningar ta tíðina, hann var í landsstýrinum. Fyrst fyri málið um byggisamtyktina á Tvøroyri, so Varðin Pelagic sum skjótast kundi sleppa í gongd at byggja frystigoymslu. Og síðani misti Kári P. Højgaard landsstýrissessin fyri ætlan sína at gera loyniligan sáttmála við danskt íløgufelag um Eysturoyartunnilin. Vit hava í okkara stýrisskipan ongan myndugleika, sum hevur endaliga orðið, tá støða skal takast til, hvussu stýrisskipanarlógin og játtanarlógin skulu skiljast, heldur Kári P. Højgaard. Nógvar løgfrøðiligar meiningar kunnu vera um eitt ávíst mál. Men eingin av teimum kann brúkast til nakað sum helst, leggur tingmaðurin afturat. Í ár eigur landskassin 20,5 prosent av tí, sum rentustuðilin kostar. Næsta ár verður landskassans partur 19 prosent, men í 2018, tá rentustuðulin er komin niður í 30 prosent og hámarkið, sum gevur rentustuðul, er komið niður í 100.000 krónur, skal landið rinda 14,5 prosent av stuðlinum. Sambært yvirliti hjá Fíggjarmálaráðnum fer landskassin at spara 16 milliónir krónur í 2018, verður lógarbroytingin samtykt í løgtinginum. Kommunurnar spara bara 700.000 krónur Prísurin er góður. Í farnu viku var hægsti prísur 11 krónur fyri kilo á uppboðssølu. Miðalprísurin var góðar átta krónur í síðstu viku, upplýsir Norges Silde salgslag. Portugal er næstovast í listanum, har etur hvør íbúgvi í miðal 61 kilo av fiski, í Japan 57 kilo og í Suðurkorea 56 kilo. Norðmenn eta í miðal 51 kilo av fiski um árið. 13 tey ovastu londini á listanum eru øll europeisk lond. Á listanum yvir fiskivinnutjóðir, er Ísland á seytjanda plássi, meðan Kina, Peru og Indonesia eru ovast, saman við USA og Ruslandi. Av europeisku londunum er Ísland næststørsta fiskivinnutjóð. Bert Rusland er størri. Noreg er nummar tíggju í heiminum, stendur í frágreiðingini. Granskarasetrið Inova, sum heldur til á Hoyvíksvegi 51 í Havn, er farið undir sítt virksemi og fyrstu granskararnir eru farnir undir sítt virkesemi. Janus Vang og Ása Jacobsen vístu runt í húsinum í morgun. Tátturin Børn og ung er hvønn týsdag í Góðan morgun Føroyar. Beinta Dalbø, námsfrøðingur, og Anna Dalsgaard, lærari, skiftast um at svara. Nú kunnu fólk við parksinson sjúku skjótt fáa viðgerð frá einum serfrøðingi í sjúkuni. Umleið 100 fólk hava parkinson sjúku í Føroyum, og tey fáa viðgerð frá útlendskum serfrøðingum í nervalagssjúkum, sum eru í Føroyum 4. hvørja viku. Men eingin serlækni í júst parksinson sjúku hevur verið í konsulent skipanini. Støðan hjá føroysku rækjuskipunum er batnað so mikið nógv hesi seinastu árini, at tey nú liggja í frægara endanum av flotanum. Hetta vísir ein greining, sum grannskoðaravirkið NUMO hevur gjørt av rækjutrolaraflotanum við støði í roknskapunum fyri árið 2012. Føroysku rækjuskipini hava í nógv ár havt ein tungan rakstur, men seinastu árini hevur borið betur til. Í 2010 hevði flotin eitt lítið yvirskot, men úrslitini fyri 2011 og 2012 vóru munandi betri, ávikavist 5,9 og 4,1 milliónir krónur í meðal Uppgerðin vísir eisini, at prísurin, sum rækkjuskipini fingu fyri fongin var munandi betri í 2012 enn árini frammanundan. Í 2012 fingu tey í meðal 20 krónur og 46 fyri kilo, meðan meðalprísurin tey fýra árini frammanundan lá millum 12 og 16 krónur. Talið av rækjuskipum minkaði úr trimum niður í tvey í 2011 og tey vóru eisini tvey í tali í 2012. Í 1996 taldi rækjuflotin 6 skip. Í ár eru aftur trý skip í føroyska rækjuflotanum. Tey eru Arctic Viking, Havborg og Ólavur Nolsøe. Síðani 1993 hava teir gott 16.000 íbugvarnir í grønlendska høvuðsstaðnum fingið bæði streym og hita frá vatnorku. Mikumorgunin í síðstu viku fór Finnur Koba frá bryggju úr Nuuk at vitja vatnorkuverkið í Buksufjørðinum. Ein embætisbólkur hevur júst latið landsstýrinum eitt tilmæli, har tey í fyrsta lagi mæla til eina almenna partafelagsloysn og í øðrum lagi til eina almenna privata loysn, men arbeiðsbólkurin tekur als ikki møguleikan um eina privata loysn við í sínum tilmæli. Kári P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismaður, og Páll á Reynatúgvu, framsøgumaður hjá Tjóðveldi í tunnilsmálinum, fara at kjakast í sjónvarpsstovuni eftir Dag amp Viku í kvøld. Beinta Løwe Jacobsen er vertur. 5. oktober fer 50 ára gamla kunngerðin úr gildi, sum gevur SEV heimild at brúka vatnið í Føroyum til orkuframleiðslu. Men hóast bert nakrir dagar eru til gamla kunngerðin fer úr gildi, so er enn ógreitt, um SEV skal hava sama rættin næstu 50 árini, ella um onnur skulu sleppa at bjóða seg fram at røkja partar av vatnorkuframleiðsluni fyri SEV ella í kapping við SEV. Ein nýggj kunngerð er í løtuni til viðgerðar hjá Elveitingareftirlitinum. Sambært Elveitingareftirlitinum er tó ivasamt, um nýggja kunngerðin er liðugt viðgjørd 5. oktober. Er hon ikki liðugt viðgjørd, verður 50 ára gamla kunngerðin helst longd. Johan Dahl, landsstýrismaður vil einki siga um málið, so leingi kunngerðin er til viðgerðar í Elveitingareftirlitinum. Áðrenn eg havi fingið teirra tilmæli, kann eg einki siga , sigur Johan Dahl í stuttari viðmerking. Seinast í hesum árinum verður farið undir at um og útbyggja Tekniska skúla í Klaksvík fyri 36 milliónir krónur. Tað upplýsir Bjørn Kalsø, landsstýrismaður fyri Norðlýsinum á netinum. Byggjast skulu 1450 fermetrar afturat núverandi bygninginum, og harumframt skal ein minni partur av núverandi tekniska skúla byggjast um. Endamálið við útbyggingini er at útvega Tekniska skúla í Klaksvík nútímans høli til matvøruútbúgvingarnar, men eisini at veita høli til HF skeiðið í Klaksvík, sum í dag húsast bæði á Sjómansskúlanum og í gomlum ótíðarhóskandi hølum úti í Víkum. Eftir ætlan skal um og útbyggingin vera liðug í 2015, skrivar Norðlýsið. Umframt út og umbyggingina í Klaksvík, skulu miðnámsskúlarnir á Kambsdali eisini umvælast fyri 28 milliónir krónur, upplýsir landsstýrismaðurin. Tað arbeiðið byrjar fyrst í komandi ári. Umhvørvisstovan hevur kannað, hvussu nógv umhvørvisdálkandi evni úr heilivági og vørum til persónliga røkt, so sum smyrsli, kremi, vaksievni og sjampo eru í Føroyum, Íslandi og Grønlandi. Í kanningini varð serligur dentur lagdur á øki, har roknast kundi við dálking, til dømis frárensluvatni frá húsarhaldum, vinnuvirkjum og sjúkrahúsum. Greiningar vórðu gjørdar av tilsamans 38 sløgum av heilivági og niðurbrótingarevnum frá heilivági, eitt nú evnum, sum verða nýtt í vørum til persónliga røkt. Í kanningini varð salicylsýra, sum stavar frá pínustillandi heilivági so sum Treo og Magnyl, funnin í næstan øllum kannaðu sýnunum, meðan annað slag av heilivági ikki vóru í nøkrum sýni. Sum heild varð nøgdin stór av reingingsevnum framvið fjøruni nærhendis reinsiverkinum í Sersjantvíkini í Havn. At lutfalsliga høgar nøgdir av hesum vaskievnum eru í vatni, sum fer á sjógv, kann hava samband við, at vatnreinsiskipanirnar ikki eru nóg góðar ella at eingin vatnsreinsiskipan er. Nærri kanningar, sum skulu staðfesta týdningin av hesum fyrstu kanningarúrslitunum, eru í umbúna. Umhvørvisstovan hevur staðið fyri kanningini, sum annars varð stýrd av einum bólki við umboðum frá umhvørvisstovnum og apoteksverkum í teimum trimum londunum. Skuldin í feløgunum, sum Jákup á Dul Jacobsen átti í Íslandi var so stór, at ognararnir fáa millum lítið og einki, nú búgvið er gjørt upp. Tað skrivar íslendska Viðskiptablaðið. Samlaða skuldin í felagnum Lagerinn var góðar 31 milliardir íslendskar krónur. Verður skuldin umroknað við kursin í februar í 2008, svarar tað til eina samlaða skuld uppá tvær til 2,5 milliardir krónur. Trotabúgvið hevði bara 140.000 krónur at býta millum kreditorarnar. Endaliga uppgerðin vísir, at ognararnir fáa 0,0095 prosent aftur. Tað svarar til, at átti tú 100 milliónir krónur tilgóðar, fært tú 9.500 krónur aftur. Felagið kallaðist upprunaliga Lagerinn ehf, men í mai 2010 varð navnið broytt til L Investments. Felagið keypti í 2007 meirilutan av partabrøvunum í donsku møbilketuni Ilva, og felagið átti harumframt eisini 10 prosent av ketuni Cost Plus, umframt aðrar ognir. Føroya Tele hevur meldað ein skotskan skeljabát til skotska politiið. Verður tað staðfest, fáa tey, sum eiga bátin, eina rokning frá Føroya Tele. Endurgjaldið verður tað, sum umvælingin kostaði, tvær milliónir krónur. Í dag byrja veruligu samráðingarnar millum teir fýra flokkarnar, Høgai, Kristiliga Fólkaflokkin, Vinstra og Framburðsflokkin, har málsøki skulu raðfestast. Spurningurin er, um allir fýra flokkarnir fara at skipa stjórn, ella um Vinstri og Kristiligi Fólkaflokkurin fara at standa uttanfyri. Hvørki leiðarin fyri Vinstraflokkin, Trine Skei Grande, ella formaðurin fyri Kristiliga fólkaflokkin, Knut Arild Hareide, hava tikið avgerð um, um tey vilja skipa stjórn. Næstu tveir dagarnir skulu brúkast til at taka støðu. Eg haldi, at øll skilja, at dagurin í dag er serstakliga avgerðandi. Vit eru rímiliga samd um málsøkini. Hetta verður avgerðandi dagurin, segði Knut Arild Hareide, formaður í Kristiliga Fólkaflokkinum. Komandi norski forsætisráðharrin, Erna Solberg, sum alla tíðina hevur sagt, at hon vil hava eina fýr flokkastjórn, har allir borgarligu flokkarnir eru við, vil tó ikki kalla dagin í dag fyri lagnudag. Eg haldi ikki, at vit stríðast. Men vit skulu finna semjur, og tað fara vit at brúka dagin í dag til, sigur Erna Solberg. Umhvørvis og náttúru nevndin hjá Norðurlanda Ráðnum hevur í dag viðgjørt spurningin, hvat gerast kann fyri at loysa ósemjuna millum strandalondini um makrel og sildafiskiskapin í Norðuratlantshavi, og hvat neyðugt er at gera fyri at sleppa undan slíkum ósemjum í framtíðini. Ann Kristine Johansson, er sosialdemokratur í svenska ríkisdegnum og forkvinna í umhvørvis og náttúrunevndini í Norðurlandaráðnum. Norðurlond skulu samstarva meir um gransking og viðgerð av krabbameini. Í Føroyum eru umleið 200 nýggir tilburðir av krabbamein um árið, og helvtin av teimum ið gerast sjúk, koma fyri seg aftur. Krabbameinsfelagið metir, at talið av fólki sum fær krabbamein fer at vaksa næstu 15 20 árini. Gongdin í Føroyum líkist gongdini í hinum norðurlondunum. Jákup N. Olsen, sum er formaður fyri Krabbameinsfelagið í Føroyum og formaður fyri Nordic Cancer Union, sum er høvuðsfelagið hjá krabbameinsfeløgunum í øllum norðurlondum. Hon kom brádliga inn á ovastu rók í føroyska miðlaheiminum, og inn í hvørt heim í landinum, tá hon fyri hálvum øðrum ári síðani tók við starvinum sum tíðindaleiðari í Kringvarp Føroya. Í dag vita flest allir vaksnir føroyingar hvør Liljan Weihe er, men fá munnu kenna persónin handan tíðindakvinnuna. Barna og ungdómsárini flutti tíðindaleiðarin í KvF so oftani, at hon ikki hevur vinir, hon hevur kent síðani barndómin. Hoyr søguna hjá Liljuni Weihe her Í dag hoyra vit seinna part av søguni Herviligi Henry í spøkilsishúsinum. Elin á Rógvi leggur ljóðmyndina til rættis. Bergur Rasmussen týddi til føroyskt. Jón Svein Heinesen og Finnur Hansen vóru teknikarar Hvørja viku avmynda bloggararnir frá Fjøllini Dansa onkran, sum tey halda hevur serliga feitan stíl. Hesa vikuna er tað 19 ára gamla Maibrit Josenius Hammer, sum er avmyndað. Hevur tað nógv at siga fyri teg, hvussu tú sært út Tað hevur ikki so nógv at siga, tá eg ikki eri til arbeiðis. Av tí at eg eri servitrica, skal eg síggja pen og ordulig út, so tá eg havi frí, orki eg ikki at gera alt for nógv burturúr. Men sjálvandi dámar mær at føla, at eg síggi gott út. Hvaðani fært tú íblástur Eg fái sum so ikki íblástur frá nøkrum einstøkum persóni. Eg fái tó íblástur frá tónleikinum, eg lurti eftir, og so fevnur tað eisini um nógvar ymiskar stílar. Til dømis, tá eg eri til arbeiðis, eri eg eitt sindur móð ella onkuntíð rockabilly, og tað havi eg líkasum tikið til mín frá ímillum øðrum Miles Kane, Eugene McGuinness og the Beatles. Annars er tað sum oftast shorts og band T shirt, tá eg havi frí serliga dámar mær mína Smithsblusu. Combat stílurin er nakað, eg eri farin frá og komin aftur til fleiri ferðir, og nú í løtuni eri eg komin aftur til tað. Hvørjum kendum persóni, hevði tú viljað fingið klædnaskápið frá Eg haldi at Kristen Stewart skal eitast at hava eina lekkra samling av band T shirts, sum eg væl hevði tímað at fingið. Annars er stílurin hjá Alexu Chung kul. Hvat hevði tú keypt tær, um tú ikki noyddist at hugsa um prísin Nú er tað ikki pengar, sum er trupulleikin við hesum frakkanum, eg hevði viljað átt. Tað er meira tað, at har er bara ein til, og hann er eitt kunstverk, sum Bronwen Marshall sniðgav til hennara endaligu roynd í Royal College of Art. Muse eigur hetta eina eintakið, sum er gjørt. Annars hevði eg nokk keypt eina vintage Clash T shirt, sum eg fann á Etsy fyri 400. Hvussu skulu orð sum eitt nú symbol og hypotesa stavast og úttalast Tað vildi ein lurtari fegin hava at vita frá málfrøðinginum í morgun. Føroya Tele hevur fingið 40.000 krónur í bót fyri vill leiðandi marknaðarføring. Um eina viku skuldu fútin og P f Telefonverkið í Føroya rætt at viðgera eitt revsimál um vill leiðandi marknaðarføring. Men málið er longu avgreitt og endað. Kristian R. Davidsen, stjóri í Føroya Tele, sigur, at Brúkaraumboðið meldaði Føroya Tele. Orsøkin var ein skeivur minsti prísur í blaðnum Títt Tele, sum kom í desember í 2010. Skeivi minstiprísurin gekk aftur gjøgnum alt blaðið. Stjórin sigur, at talan var um eina roknivillu hjá Føroya Tele. Men tað var ikki tilvitað, sigur hann. Føroya Tele varð meldað fyri at bróta marknaðar føringar lógina, tí felagið lýsti við skeivum prísi. Í august endaði málið so, tá Føroya Tele góðtók eitt sektar uppskot, sum var 40.000 krónur Vágs kommuna brynjar seg til framtíðar møguleikar innan oljuvinnu og ferðavinnu. Býráðið hevur samtykt at broyta byggisamtyktina fyri havnarlagið, og fyri eitt øki, sum er ætlað smáttum til ferðavinnuna. Kommunan hevur í hyggju at víðka havnalagið rundan um djúphavnina norðaru megin. Og sunnaru megin verður lagt upp fyri, at havnarlag kann gerast bæði vestanfyri og eystanfyri grótkastið. Poul Augustinussen, formaður í Havnanevndini sigur, at havnin fer at hava meira virksemi komandi árini, og at byggisamtyktin nú verður broytt soleiðis, at havna útbyggingar kunnu gerast sum virksemið økist við tænastum til millum annað oljuvinnuna. Á býráðsfundinum varð eisini samtykt at broyta byggisamtyktina fyri eitt øki vestanfyri Sandin, framvið Laksá. Har ætlar kommunan, at møguleiki skal vera fyri at byggja smáttur til ferðavinnuna. Tórður Poulsen, formaður í Teknisku nevnd hjá Vágs kommunu, sigur, at broytingarnar eru gjørdar fyri at kunna fremja ætlanirnar um at menna ferðavinnuna. Árið hevur higartil ikki hilnast væl hjá føroysku fiskivinnuni, tá sæð verður burtur frá uppsjóvarfiskiskipunum. Fyrstu átta mánaðirnir er fiskiskapurin minkaður 23 prosent í mun til sama tíðarskeið í fjør. Tað vísir nýggjasta uppgerðin frá Hagstovuni. Veiðan eftir botnfiski er er minkað við einum fjórðingi, 25 prosent. Tað er serliga upsin og annar botnfiskur tað er brosma, longa, blálonga og kongafiskur sum hava svikið í ár. Upsafiskiskapurin er minkaður 30 prosent. Frá januar til august í fjør fiskaðu føroysk skip yvir 25.000 tons av upsa, í ár kom nøgdin upp á 17.700 tons. Annar botnfiskur er minkaður við næstan 3.500 tonsum, svarandi til eina minking upp á 40 prosent. Toskafiskiskapurin kvinkaði seg eitt sindur uppeftir. Hann er í ár øktur við 256 tonsum upp í 6.420 tons, og tað svarar til ein vøkstur upp á 4 prosent. Hýsufiskiskapurin er munandi betri í ár. Hann er øktur við 32 prosentum úr 1727 tonsum í fjør til 2275 tons fyrstu átta mánaðirnar í ár. Samlaða uppgerðin hjá Hagstovuni vísir, at fyrstu átta mánaðirnar í ár avreiddu føroysk skip 49.345 tons av botnfiski, flatfiski, skeljadjórum og øðrum fiskasløgum og fiskaúrdráttum. Hetta er góð 15.000 tons minni enn sama tíðarskeið í 2012, ein afturgongd upp á 23 prosent. Í virði varð avreitt fyri 423,5 milliónir krónur. Tað er 175 milliónir minni enn sama tíðarskeið í fjør ein minking upp á 29 prosent. Fiskiskapurin eftir uppsjóvarfiski er ikki við í uppgerðini. Hesi seinastu árini hava alt fleiri fingið áhuga fyri okkara matmentan. Ein sum er farin undir at granska í hesum øki er Jóan Pauli Joensen, sum greiddi frá sínari gransking í morgun. Miðflokkurin ger nú aftur vart við, at hann ikki uttan nakað tekur undir við øllum tí, sum hini í samgonguni fáast við. Jenis av Rana, formaður floksins, sigur, at Miðflokkurin fer ikki at góðtaka broytingar í skattalógini, uttan at avleiðingarnar fyrst verða kannaðar. Um flatskattin sigur Jenis av Rana, at øll minnast, hvussu farið varð fram eftir fummum, tá skattaskipanin seinast varð broytt. Hetta hendi uttan stórvegis kanningar og móti ráðum og uppskoti Miðfloksins, sum mælti til at steðga á og brúka neyðugu tíðina at kanna allar avleiðingar. Nú vil Miðflokkurin, sambært formanninum, steðga landsstýrismanninum í fíggjarmálum, áðrenn hann quot kemur ov gott í gongd, quot sum Jenis av Rana tekur til. Tíðliga í summar boðaði Jørgen Niclasen frá, at broytingar eru á veg í skattaskipanini. Embætisfólk í Fíggjarmálaráðnum vórðu sett at koma við uppskotum. Ætlanin er at lækka lønarskattin. Men so skal landskassin hava inntøkurnar aðrastaðni. Og tað verður, sum skilst, við fleiri og hægri avgjøldum og tilfeingisskatti. Jørgen Niclasen hevur sjálvur ikki viljað sagt nakað ítøkiligt um sínar ætlanir við skattinum. Hann bíðar eftir uppskotunum hjá embætisfólkunum, segði hann við Útvarpið fyrst í august. Jørgen Niclasen segði við Útvarpið fyrst í august, at figgjarlógin fyri 2014 skal fáast frá hondini fyrst. Síðani verður farið undir skatta og avgjaldsbroytingarnar. Fíggjarlógin skal leggjast fram í løgtinginum í seinasta lagi mánadagin. Men triði flokkurin í samgonguni er ikki so avgjørdur sum hinir báðir. Áðrenn ætlanir um nýggjar broytingar í skattaskipanin verða framdar, vil eg, Miðfloksins vegna, boða frá, at hesar broytingar sleppa ikki so lætt og ókannaðar gjøgnum nálareygað sum tær fyrru, sigur Jenis av Rana, formaður Miðfloksins. Henrietta Arge Jacobsen og Jan Jacobsen, sum eru yngstu hjúnini við Kolbeinagjógv, eru glað fyri at hava eina íbúð í heimbygdini hjá Jan. Kortini ætla tey sær ikki at byggja sær hús her, tá tey fara at seta búgv. Kolbeinagjógv er í Sjóvar Kommunu, og tey 31 fólkini í bygdini eru øll eftirkomarar hjá fyrstu niðursetufólkunum, sum settu búgv í tríatiárunum. Hans Eli Jacobsen greiðir frá hendingini, tá alt bygdarfólkið flýddi undan granat undir seinna verðaldarbardaga og øðrum viðurskiftum við Kolbeinagjógv. 35 ára gamla Anna Sofía Jacobsen sigur, at sum barn var hon avskorin frá summum tingum, men hon kendi tað friðsælt at vaksa upp við Kolbeinagjógv. Av teimum 12.790 hvalunum, sum hava lagt beinini síðan aldarskiftið, vóru gott 9.000 grindahvalir, 3.500 springarar og 97 onnur hvalasløg. quot Tað hevur verið spennandi og gevandi at arbeiða tvørfakligt quot Leiðari á dagstovninum og skúlaleiðari í Hvalvík er samdar um, at samstarvið verður endurtikið. Í seinastu viku var mentanarvika í Sunda Kommunu. Í hesum sambandi var skipað fyri stórfingnari verkætlan, har øll arbeiddu saman, dagstovnur og skúli. Høvuðsevnið var sangurin quot Kvøða til sóknina quot . Verkætlanin endaði við listarligari framsýning og framførslu við sangi og tónleiki. Í Sunda Kommunu er barnatalið rættuliga høgt, og her eru vøggustovur, barnagarðstovur og skúlastovur fullsettar. Fýra flakavirki í Føroyum høvdu avlop í fjør. Trý høvdu hall. Men í 2011 og 2010 hevði bara eitt av teimum sjey flakavirkinum hall. Tað sæst í greining, sum grannskoðaravirkið Januar hevur gjørt. Árini 2007 og 2008 royndust serstakliga illa. Skiparakstur tyngdi flakavirkini nógv árini frá 2007 til 2010. Verða skipini ikki tald við í 2009, høvdu tey feløgini, sum reka flakavirki, samanlagt givið avlop í 2009. Í fjør fekk Kósin í Klaksvík ein fjórðing av fiskinum, sum kom upp á land. Faroe Origin fekk góð 17 prosent, TG Seafood og Vaðhorn góð 14 prosent. Delta 11 prosent, Fiskavirkið góð tíggju prosent og Sandoy Seafood knappliga átta prosent av fiskinum, sum flakavirkini keyptu í fjør. Oljuvinnan nærkast, og Vágs Kommuna ætlar sær ein part av køkuni. Fyrrakvøldið samtykti býráðið at broyta byggisamtyktina fyri havnarlagið. Borgarstjórin í Vági heldur, at tað er ein sjálvfylgja at hava oljuhavn í Vági. Borgarstjórin í Vági veit ikki, nær býráðið fer at taka næsta stig at víðka havnarlagið. Hóast fólkatalið í Føroyum er hækkað við 22 seinasta árið, er samansetingin av fólkinum so skeiklað, at ein vanlukka lúrir í framtíðini, um onki verður gjørt við støðuna. Hermann Oskarsson, búskaparfrøðingur, og Eyðfinnur Finnsson, sosiologur, greina fólkatalið í Føroyum. Bíligasta loysnin er ein brúgv tvørtur um Skálafjørðin. Eysturoyingar eru í øðini, og vit spyrja Ewald Kjølbro, stjóra á Landsverki, hví brúgvin er besta loysnin. Helgi Abrahamsen og Páll á Reynatúgvu, løgtingsmenn, kjakast um, hvør besta loysnin er. Nógvir føroyingar arbeiða og rinda skatt uttanlands. Hvør er trupulleikin, kann tað broytast og hvørjar eru avleiðingarnar. Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur, greinar problematikkin. Summi siga hon oyðileggur alt, onnur halda, at hon skal verjast. Vit tosa um friðaðu grágásina. Skal tað verða loyvt at skjóta eftir henni ella ikki Rolvur Djurhuus, cand.agro og doktari í Landbúnaðarvísindi, Janus Hansen, leiðari fyri landdjóradeildina á Náttúrugripasavninum, og Andrias Reinert, sum hevur skrivað grein um grágásin er ein ótolandi plaga ella kærkomið og virðismikið tilfeingi kjakast um tað skal verða loyvt at skjóta eftir grágásini ella ikki. Søgan hjá sivil fólkunum í Sýrialandi verður ikki fortald, tað eru bert sjónarmiðini hjá pørtunum í borgarakrígnum. Tað sigur italska Francesca Borri, sum er ein av fáu vesturlendsku journalistunum, sum hevur verið til arbeiðis mitt í krígnum í Sýrialandi. Heini í Skorini, stjórnmálafrøðingur, lýsir støðuna í Sýrialandi. Pengarnir til avloysaraskip skulu antin finnast við eykajáttan ella á fíggjarlógini komandi ár. Tað veldst um, nær motorurin verður settur í, sigur hann. Vitjanin hjá íslendska felagnum Norlandair í Føroyum í gjár sannførdi fólkini í Heilsuverkinum um, at tað er vert at gera avtalu við felagið á Akureyri um sjúkraflutning. Rannsóknarskipið Magnus Heinason er givið við kanningunum fyri í ár. Vanliga plagar skipið at vera í drift til november, men bæði í ár og í fjør hava kanningarnar verið skerdar. Orsøkin er, at rættiliga stórar umvælingar eru gjørdar, sum eru goldnar av vanligu rakstrarjáttanini. Tí er játtanin uppi nú, hóast nakað er eftir av árinum. Játtanin, sum skipið fær á fíggjarlógini á hvørjum ári, røkkur til rakstur og vanligt viðlíkahald, men hon klárar ikki so stórar eykaútreiðslur sum hesar. Í skrivi til miðlarnar sigur Heðin Mortensen, formaður í Kommunusamskipan Føroya, at ágangurin hjá Fíggjarmálaráðnum mótvegis kommununum heldur fram. Uttan nakra sakliga grundgeving yvirhøvur, verða útreiðslurnar til stuðul til rentuútreiðslur líðandi gjørdar til eina kommunala uppgávu burturav . Tá ið løgtingið í 1997 setti verandi skipan við stuðli til rentuútreiðslur í verk, var lutfallið av útreiðslum soleiðis, at av samlaða stuðlinum á 48 prosent skuldu landið rinda 33 prosent, ímeðan kommunurnar skuldu rinda 15 . Nú er ætlanin at broyta býtið, so landsins partur av útreiðslunum í 2018 eftir ætlan er lækkaður úr 33 niður í 14,5 prosent, samstundis sum kommununnar partur hækkar upp í 15,5 prosent. Uttan nakra frágreiðing ella sakliga grundgeving yvirhøvur er ætlanin, at kommunurnar í 2018 skulu bera meira enn helmingin av útreiðslunum til rentustuðul. Ímeðan landskassin í hesum tíðarskeiðið hevur spart 10 tals milliónir árliga, eru útreiðslurnar hjá kommununum øktar. Kommunurnar hava í fleiri ár hava gjørt vart við sína ónøgd og víst á skeivleikarnar við býtinum í útreiðslunum, men tær hava ikki so mikið sum fingið eina grundgeving fyri hví skeiva gongdin skal halda fram. Fíggjarmálaráðið kundi eins væl spart sær at sent uppskotið til hoyringar. Kommunusamskipan Føroya hevur øllum førum ongan áhuga í at verða eygleiðari í hoyringsprosessini hjá Fíggjarmálaráðnum. Kommunali búskapurin syndrast. Broytingarnar í stuðlinum til rentuútreiðslur er bert eitt av mongum dømum seinastu árini, har landsins myndugleikar við primitivari og einfaldari kassahugsan, líðandi, men miðvíst syndra tann kommunala búskapin, sigur formaðurin í Kommunusamskipan Føroya, Heðin Mortensen, millum annað í almenna skrivinum. Tað verður avleiðingin av at rannsóknarskipið Magnus Heinason er lagdur fyri í ár. Rannsóknarskipið Magnus Heinason rindar nú prísin fyri tær umvælingar, sum vórðu gjørdar í fjør. Ein partur av útreiðslunum at skifta tærdar plátur á skipunum í fjør, 1,4 milliónir krónur fóru av játtanini í ár. Stjórin í Havstovuni, Eilif Gaard, harmast um, at kanningar í heyst verða av ongum. Útgjaldið úr Samhaldsfasta Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin hækkar uppí 2.930 krónur frá 1. januar. Tað hevur stýrið tikið avgerð um. Í tíðindaskrivi sigur stýrið, at so leingi sum talið av pensjonistum er hækkandi er neyðugt at eftirlønarveitingin verður ásett soleiðis, at grunnurin sleppur undan at lækka hana seinni. AB var á odda við tveimum málum í hálvleikinum. Ahmed Keita legði AB á odda, tá eitt gott korter var farið, og stutt fyri hálvleik økti Dion Splidt við brotssparki. HB svaraði aftur, tá tjúgu minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki við máli frá Andrew av Fløtum. Hóast HB leingi legði trýst á AB málið, eydnaðist tað ikki at fáa meira enn tað eina málið. Tað hevur leingi verið ivasamt, um hondbóltskappingarnar hjá kvinnum og monnum kundi byrja komandi vikuskiftið, tí ov fáir dómarar eru. Men nú er greitt, at byrjað verður sum ætlað. Í dag hoyra vit fyrra part av søguni Herviligi Henry verður knappliga ríkur. Elin á Rógvi leggur ljóðmyndina til rættis. Bergur Rasmussen týddi til føroyskt. Jón Svein Heinesen og Finnur Hansen vóru teknikarar Í framtíðini verður tað bert danska flaggið, sum kemur at flagga tá Arktiska ráðið er saman, og tað kemur einans at standa Danmark og ikki Grønland ella Føroyar á navnaskeltum og øðrum tá Arktiska Ráðið heldur sínar fundir. Tað skrivar grønlendska blaðið AG, sum vísir á, at boykottið hjá Alequ Hammond herfyri fyri at vísa Grønlandi størri virðing, nú er endað við, at grønlendsku og føroysku fløggini als ikki verða umboðað á fundunum í Arktiska Ráðnum. Tað er ein avgerð, sum kanadiski formansskapurin í Arktiska Ráðnum hevur tikið. Grønlendingar vóru í longri tíð ónøgdir við svenska formansskapin, og tóku seg at enda úr í Arktiska Ráðnum, tí sviar vildu ikki lata Grønland vera umboðað við fundarborðið á jøvnum føti hini londini í ráðnum. Tað var annars vanligt, at Danmark var umboðað av øllum trimum pørtunum í ríkisfelagsskapinum. Kanada hevur formansskapin í arktiska ráðnum tey komandi tvey árini og hevur fingið Grønland at koma til fundirnar aftur, men hevur samstundis ásett nýggjar flaggreglur soleiðis, at tað bert eru sjálvstøðug ríki, sum kunnu flagga og ikki sjálvstøðugir ríkispartar. Brimil kann nú eisini brúkast sum kaðalskip. Nakrar smáar umbyggingar eru gjørdar, so Brimil kann arbeiða fyri Føroya Tele. Og í gjár legði Brimil ein telekaðal millum Sund og Kaldbak. Arbeiðið tók ikki langa tíð. Brimil fór av Havnini á middegi. Og klokkan trý seinnapartin var kaðalin komin í land í Kaldbak. Brimil skal leggja aðrar kaðalar fyri Føroya Tele, millum annað millum Gomlu Rætt og Skopun. Úrslitið eftir skatt og útreiðslur til leitingar var 107 milliónir, sum er nógv betri enn í fjør. Tá var úrslitið fyrra hálvár 32 milliónir krónur. Hon heldur, at vit skulu ikki bara geva tað út, sum er tað allarbesta, men geva so nógv út sum gjørligt á okkara egna máli og úr okkara egna sjónarhorni Tað kann elva til seinkingar og broytingar í vetur, at Smyril bara hevur tríggjar motorar ístaðin fyri fýra. Smyril skal hava nýggjan motor fyri tann, sum gjørdist í ólagi. Men tað verður neyvan fyrr enn um einar tríggjar mánaðir. Smyril kann fáa trupulleikar at leggja at í Havn í ringum veðri. Tað sigur Bogi Mortensen, stjóri á Strandferðsluni. Fólkaheilsuráðið ger í løtuni kanningar kring landið. Hesa vikuna kunnu øll verða kannað fyri KOL og ella Typa2 diabetes í Eysturoy. Átakið verður gjørt, tí at mett verður, at tað ganga einir túsund føroyingar við typu2 diabetes, uttan at vita tað. Hetta varð staðfest í stóru diabetes kanningini, sum endaði í mai mánaði í ár. Árstíðin fyri ferðamannaskip er av á hesum sinni. Bæði í Havn og í Klaksvík eru fólk væl nøgd og hava eisini góðar vónir til næsta ár. Flestu avtalurnar millum býir og reiðarí verða gjørdar hesar dagarnar í Hamburg og á eini aðrari ferðavinnustevnu, sum verður hildin í Miami í Florida. Hóast fleiri skip máttu broyta ferðaætlanina í ár og sigla framvið Føroyum, so hava bæði Jónsvein Lamhauge, havnameistari í Tórshavnar kommunu, og Meinhard Petersen, havnameistari í Klaksvík góðar vónir fyri komandi ár. Jansy Gaardlykke sigur eisini, at tað er ringt at staðfesta, hví ein fær bróstkrabba. Tað er ein samanrenning av fleiri viðurskiftum, so sum ættarbregði, mánasjúkan kemur á ungum árum, fáa ov fá, ella eingi børn og ikki geva bróst, sum kunnu vera orsøkin til bróstkrabba. Tað gleðiliga er tó, at tað ber til at blíva frísk av bróstkrabba, sigur dagligi leiðarin á Krabbameinsfelagnum, Jansy Gaardlykke. Tá Vinnudagurin 2013 í morgin fer úr barkastokki, verður Norðurlandahúsið nærum fullsett av føroyskum vinnulívsfólki og øðrum, sum hava við vinnuna at gera. Bert fá parkeringspláss eru við sjálvt Norðurlandahúsið, og tí verða luttakararnar bidnir um at seta bilarnar á parkeringsøkjum í grannalagnum. Løgtingið fer at viðgera umsóknina frá landsstýrinum um 879.000 krónur í eykajáttan til Heilsufrøðiligu starvsstovu, so hon longu nú í heyst kann kanna ílegurnar hjá 1200 seyðum í átta høgum í Norðstreymi fyri at vita, um seyðurin hevur ridluskriða. Hetta eru umvælingar, sum hava skund, og tí ber illa til at bíða eftir heimildarlógini, verklagslógini, um høvuðsumvæling og heldur ikki eftir semju millum kommunurnar og Almannamálaráðið um umvælingina. Onnur sending um Húsavík byrjar við gomlu rættina, sum stendur væl og virðiliga uppi beint oman fyri syðra enda á tí stóra sandinum, hóast hon ofta er farin av veðri. Fyrr brúktu allir hagarnir somu rætt, men síðani útskiftingina eru fleiri gjørdar. Vit hoyra um lendingaviðurskiftini og stríðið at fáa eina líkinda lending í hesum brimplássi. Tann gamla lendingin varð nevnd Rimilin. Tann nýggja er bygd út á Skarvasker og er prýdd við list eftir Trónd Patursson. Og eingin ivi er í svarinum frá felagnum. Kommunurnar vilja snøgt sagt ikki finna seg í, at landið fíggjar sín politikk við pengum úr kommunukassunum. Tá broytingaruppskot var til somu lóg í 2012, heitti felagið á Fíggjarmálaráðið at útgreina virknaðin av uppskotinum á kommunurnar. Í viðmerkingum til uppskotið sigur Fíggjarmálaráðið, at í 2018, tá ið hámarkið er komið niður á 100 tús. krónur og stuðulin er lækkaður niður í 30 , verður talan um eina árliga sparing fyri landið á góðar 15,9 milliónir krónur, meðan kommunurnar spara góðar 700 tús. krónur Føroya Kommunufelag mótmælir harðliga hesum framgangshátti landsins mótvegis kommununum, stendur í svarinum frá Føroya Kommunufelag. SEV fer at kunna um Vindmyllulundina í Húsahaga, tørvin á nýggjum framleiðslumátti í meginøkinum og tørvin á nýggjum framleiðslumátti í Suðuroy, har elnýtslan er vaksin nógv síðani Varðin Pelagic byrjaði at taka ímóti fiski. quot Hóast SEV hugsar grønt og ger sær stóran ómak at byggja skilagott út við varandi elframleiðslu, so krevur veitingartrygdin, at neyðugt er at endurnýggja og útbyggja tryggu veitingarverkini, tað vil siga tey sum nýta olju quot , sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV. Teir fýra borgarligu flokkarnir í Noregi hildu í dag fram við stjórnarsamráðingunum á tíggjunda degi eftir valsigurin á stórtingsvalinum. Enn er ikki heilt vist um teir báðir smáu miðflokkarnir, Vinstri og Kristiligi Fólkaflokkurin verða við í komandi borgarligu stjórnini. Saksun, Borðoy, Nólsoy, Elduvík, Sandoy og Koltur. Teir hava longu verið víða um í landinum og gjørt mat úr og í føroysku náttúruni menninir handan sjónvarpssendingina raquo Spískamarið. laquo Nú fara teir aftur á ferð. Arbeitt verður við seks nýggjum pørtum, har kokkurin, Gutti Winther, og manningin handan sendingina, fer at vísa tær sanna matgleði, sum er kjarnan í sendingunum. Í fyrstu sendingini, sum kemur hóskvøldið 3. oktober, gongur leiðin til Skúvoyar, har farið verður eftir havhestaeggum og heintaðar verða urtir og grønmeti. Eggjakøka verður gjørd í Fagradali. Dreymurin hjá okkum er at gera 18 matsendingar, soleiðis at vit koma runt alt Føroyar og fara at gera mat í øllum teimum 18 oyggjunum, sigur framleiðarin, Pætur Marjunarson Dahl. Fyri trimum vikum síðani var manningin í raquo Spískamarinum laquo í Mykinesi, og gjørdi upptøkur frá súluveiðuni. Í Mykinesi gjørdi manningin Súlu til døgverða saman við bygdarfólkum. Meðan tú bíðar eftir teimum nýggju pørtunum, kanst tú njóta teir fyrstu seks partarnar í røðini á slóðini her, har tú eisini sært uppskriftir Spískamarið sí sendingarnar her Fyri at bøta um trupulleikan, hevur Tvøroyrar kommuna gjørt av at keypa eitt nýtt vatnreinsiverk, men tað fer at taka tíð, áðrenn kommunan kann veita øllum í kommununi reint vatn. Kommunan hevur ikki havt nóg mikið av reinsaðum vatni til broytta virksemið á havnarlagnum, og tískil hava nógv húski fingið óreinsað vatn í longri tíð, so at virksemi á havnaøkinum kann halda ótarnað fram. Privata tannlæknastovan Tannrøkt er millum tey raktu. Anniku Næs Johannessen, tannlækna, stongdi tannlæknastovuna 28. august, tá staðfest var, at bakterian e coli var í vatninum. Og tannlæknastovan er enn stongd. Útvarpið hevur tosað við Anniku Næs Johannesen, men hon vil síggja úrslitið av seinastu vatnroyndini, áðrenn hon úttalar seg til útvarpið. Sambært Tvøroyar kommunu er støðan nú tann, at økið undir Skorum í Froðba framvegis fær óreinsað vatn, meðan hini økini í Froðba og á Sevmýri nú fáa reinsað vatn, tó fyribils við íbinding í opnan brunn sum eykagoymslu. Factory 92 í Hamburg í Týsklandi samstarvar við føroyska plátufelagið TUTL. Fróði Stenberg greiðir frá tí seinasta nýggja í royndunum at útflyta føroyskan tónleik í Týsklandi, Eysturríki og Sveits. Men tað kann taka vikur, áðrenn tann ella tey seku verða funnin, sigur Jaspur Wang, politikommiserur, sum er økisleiðari fyri Suðuroynna. Oljusperringar eru lagdar út á eitt 250 metrar stórt øki, og 8 9 fólk frá sløkkiliðnum eru nú í ferð við at reinsa oljudálkaða økið. Hon hevur útbúgving sum bæði sniðgevi og innandura arkitektur, og starvast dagliga sum leiðari á klædnadeildini á Tekniska Skúla í Tórshavn. Í Brunsj greiðir hon millum annað frá síni tónleikaligu bakgrund, frá uppvøkstrinum í Kollafirði, og tá hon sum átta ára gomul misti sín fimm ára eldri beiggja. Hon bleiv gift sum nítjan ára gomul og flutti síðani til Norra og til Danmarkar at lesa. Í dag býr hon aftur í Kollafirði saman við manni og tveimum børnum. Í fríðtíðini leiðir hon eitt ungdómskór, ger sín egna tónleik, og seymar stórar, flottar kjólar. Millum kundarnar telist danska Miss World, ið eisini verður gestur á serliga útgávutiltakinum, sum verður á Østrøm í samband við fløguútgávuna. Tað sigur Tummas í Garði, læknastjóri, nú heilsuverkið hevur gjørt avtalu við íslendska felagið Nordlandair um at flúgva føroyskar sjúklingar av landinum til viðgerðar. Sildin er fingin eysturi við markið millum Føroyar og Norra. Og í norsku vinnuni fegnast tey um, at skiparin á Polar Amaroq hevur sagt, at sildin er á veg í norskan sjógv við fullari ferð, skrivar Fiskeribladet Fiskaren. Nú eru bæði fiskifrøðingar og fiskimenn í Norra spentir eftir at fáa at vita, um sildin, sum verður landað til Norway Pelagic í Lødingen, hevur fingið nóg mikið at eta í kapping við makrelin. Eysturkommuna hevur í nøkur ár arbeitt við at gera nýggja býarskipan og byggisamtykt. Tað hevur verið ein avbjóðing, tí at Leirvíkar og Gøtu kommuna løgdu saman til eina kommunu. Tað, sum er sermerkt við arbeiðnum, er, at kommunan hevur fyrst arbeitt við at gera eitt bygdaatlas fyri bygdirnar, ið lýsir søguna hjá bygdunum og verandi støðu. Millum annað verður nettonýtslustig ikki brúkt longur, fleiri økir eru bólkað í serstaka byggisamtykt, økir eru umhvørvisflokkað og byggistig eru flokkað. Í Litava vænta tey sær nógv av íløguni hjá Vónini. Talan verður um næststørsta, útlendska virki av sínum slagi her, sigur Milda Darguzaite, sum er stjóri í Invest Lithuania. Litavisku starvsfólkini hjá Vónini skulu millum annað til Føroya at lærast upp, skrivar Baltic Business News, sambært Vágaportalinum. Tannlæknastovan á Tvøroyri kann sjálv fyri egna rokning reinsa vatnið, um neyðugt. Tað sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyar kommunu. Kommunan hevur roynt at fáa tannlæknanum reint vatn at arbeiða við, so tannlæknastovan kann lata upp aftur. Men fyribils uttan úrslit. Kommunan kannar sjálv vatnið einaferð um vikuna. Sambært matvørulógini skulu kommunurnar beinanvegin kunna borgararnar, um vatnið er skitið. Heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum, fsf.fo, skrivar, at hetta er fyrstu ferð, at Petur, Regin og Jan fáa møguleikan at døma ein undankappingardyst í samband við heimsmeistaraheitið. Petur Reinert verður dómari, meðan Regin Egholm og Jan á Líðarenda vera hjálpardómarar. 4. dómari verður íslendingurin Thóroddur Hjaltalín. HM undankappingardysturin millum Litava og Letland verður spældur á LFF Leikvøllinum í Vilnius, leygardagin 11. oktober, kl. 18 30, lokala tíð. Hummarafiskimenn í Árnafirði kenna seg illa viðfarnar, tí Bakkafrost eftir teirra tykki hevur rikið teir burtur av bestu hummaraøkjunum á fjørðinum. Og tað vilja teir ikki finna seg í. Bakkafrost hevur boðið teimum eina samsýning, men hon er alt ov lítil, halda hummarafiskimenninir. Bakkafrost hevur øll neyðug loyvi frá myndugleikunum at flyta aliringarnar út yvir hummaraøkini í Árnafirði. Tað sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti. Hann hevur, av sínum eintingum, boðið hummarafiskimonnunum eina samsýning, tí Bakkafrost órógvar virksemi hjá teimum. Sum skilst, hava hummarafiskimennirnir hava fingið bodnar 200.000 krónur Hummarafiskimenninir í Árnafirði hava kært avgerðina hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni at geva Bakkafrosti loyvi at ala á bestu hummaraøkjum teirra til vinnukærunevndina. Men vinnukærunevndin er ikki liðug at viðgera kæruna. Tað er farið at fjara í kommunukassanum á Sandi. Orsøkin er millum annað, at nógvir sandingar, sum arbeiða uttanlands, ikki gjalda kommunuskatt longur, sigur Brandur Sandoy, borgarstjóri. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum lovar annaðhvørt at broyta dupultskattaavtaluna ella at endurrinda við pengum, sum skulu fylgja við, tá ið eldraøkið verður lagt út til kommunurnar Í dag hoyra vit seinna part av søguni Herviligi Henry verður knappliga ríkur. Elin á Rógvi leggur ljóðmyndina til rættis. Jón Svein Heinesen og Finnur Hansen vóru teknikarar. Raksturin hjá Tórshavnar kommuna skal ikki kosta meira enn hann ger, heldur nakað minni. Men nógvar íløgur skulu gerast næsta ár. Skattaprosentið verður tað sama sum í ár, 20,5, og barnafrádrátturin verður eisini óbroyttur, 8.000 krónur Tað sigur uppskotið um fíggjarætlan fyri 2014 hjá Tórshavnar kommunu. Uppskotið um fíggjarætlan javnvigar við 649 milliónir krónur, sum eru 13 milliónir meira enn í uppskotinum fyri 2013. Býráðið leggur dent á íløgurnar. Næsta ár eru settar av fimm milliónir krónur til dagsstovn í Kollafirði, níggju milliónir til dupultítróttarhøll við Landavegin, ein millión til ítróttarhøll á Argjum og níggju milliónir til miðbýarætlan. Tvær milliónir skulu brúkast til spælipláss í miðbýnum. Arbeiðið við Tórsvølli heldur fram, og peningur er eisini settur av til nýggjan fótbóltsvøll í Hoyvík. Tvær milliónir eru settar av til Reinsaríið í Tórsgøtu, sum skal brúkast til rútmiskan tónleik. Og tríggjar milliónir eru settar av til Musikkskúlan í Sortudíki. Peningur er eisini settur av til útstykkingar í Havn og í Kollafirði. Íløgurnar í Tórshavnar kommunu næsta ár verða, sambært uppskotinum um fíggjarætlan, góðar 131 milliónir krónur, og raksturin skal kosta 480 milliónir krónur Runavíkar kommuna fer ikki at fáa allan partafelagsskattin frá Bakkafrosti, hóast fyritøkan um fá ár fer at hava alt sítt virksemi á landi á Glyvrum. Kommunurnar, har sum Bakkafrost hevur sínar aliringar, fara eisini at fáa sín part av skattinum. Tað sigur Johan Dahl, landsstýrimaður, í svari til Elsebeth Marcedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinnu, sum gjørdi vart við seg, tá Bakkafrost fyrr í summar kunngjørdi stóru framtíðarætlan sína. Kommunurnar fáa 30 prosent av partafelagsskattinum. Virkar ein fyritøka bara í einari kommunu, fær tann kommunan allan partafelagsskattin, øll 30 prosentini. Men hóast Bakkafrost fer at hava alt sítt virksemi á landi á Glyvrum, millum annað kryvjingina, sum nú er í øðrum kommunum, fer fyritøkan framvegis at hava aliringar í øðrum kommunum, sum so eiga sín lut í partafelagsskattinum. Annars er ikki komin nógvur partafelagsskattur frá alivinnuni seinastu árini, sigur Johan Dahl. Stór hall í 2005 og 2006 eru flutt fram. Og alifyritøkurnar hava útsett nógvan skatt so hvørt sum goymslurnar eru øktar. Johan Dahl sigur, at Vinnumálaráðið, Fíggjarmálaráðið og Havbúnaðarfelagið viðgera í løtuni spurningin, um kommunurnar eiga at sleppa at taka pengar, loyvisgjald, frá alibrúkum fyri aliøkini. Ein depil til børn og ung við serligum avbjóðingum skal byggjast í Sandoynni. Men enn er ikki avgjørt, í hvørjari bygd depilin verður bygdur. Almannamálaráðið hevur lagt fram lógaruppskot um virknis og umlættingardepil í Sandoynni til børn og ung við serligum avbjóðingum. Depilin má ikki kosta meira enn 12,4 milliónir krónur Raksturin er mettur at kosta hálva fjórðu millión um árið. Depilin verður liðugur í 2016 ella í 2017. Depilin er ætlaður børnum og ungum í Sandoynni og í øllum landinum. Í deplinum vera átta umlættingarrúm og felagshøli til 15 fólk. Endamálið við verkætlanini er at lætta um gerandisdagin hjá foreldrum og avvarðandi at børnum og ungum við serligum avbjóðingum í eitt styttri tíðarskeið. Norska reiðarafelagið undrast stórliga á, at grønlendska nótaskipið Polar Amaroq slapp at landa sild, sum er fiskað í føroyskum sjógvi, í Norra. Tí Norra hevur landingarforboð móti sild og makreli úr føroyskum sjógvi, so leingi strandarlondini ikki er samd um, hvussu tey bæði fiskasløgini skulu býtast millum londini. Reiðarafelagið Fiskeb t hevur spurt norska Fiskimálaráðið, hvussu tað ber til, at 750 tons av norðhavssild úr føroyskum sjógvi eru landað í Norra. Løgtingsskrivstovan fekk beint fyri midnátt, tá freistin var, uppskotið um fíggjarlóg fyri 2014. Uppskotið verður lagt fram í løgtinginum klokkan 11.00 mánadagin. Saman við fíggjarlógaruppskotinum hevur løgtingið fingið nakrar lógir, sum eru knýttar at fíggjarlógini, bæði lógir um útreiðslur og inntøkur. Seks eykajáttanaruppskot eru annars longu komin í tingið eftir ólavsøku, fýra frá landsstýrinum, tí tey høvdu so stóran skund, at tey kundu ikki bíða til nú, og tvey frá andstøðuni. Reiðararnir vilja, at skipini, sum plagdu at fiska botnfisk í føroyskum sjógvi, fáa toskin og hýsuna, sum føroyingar plagdu at fáa frá Norra í Barentshavinum. Klokkan átta í morgun lat vísindavøkan dyrnar upp í stóru høllini hjá Østrøm á Skálatrøð. Vísindavøkan varpar ljós á føroyska gransking og í ár er temaið føroyskur matur. Ein kvinna skrivar, hvussu ólukkulig hon er, tí maðurin hevur smittað hana við HPV virus hon er bangin fyri at siga nakað við hann, tí hon vil ikki skiljast, men samstundis sigur hon seg vera í dýrastu neyð. Ein lurtari gerst hugtung av Facebook, tí øll skriva bara, hvussu glað og eydnusom tey eru. Alt lívið hjá teimum er sum eitt glansbílæt. Hjún hava samskiftistrupulleikar. Hon heldur at av og á, so má mann skeldast, meðan maðurin als ikki tímir at skeldast. Tá hann sær, at makin er óður, so fer hann á dyr. Maðurin heldur, at tað er í lagi at drekka hvørt vikuskiftið, meðan konan heldur, at hetta er ein skeiv og keðilig gongd, tí maðurin verður sjónliga ávirkaður og óbehagiligur. Mikukvøldið byrjaði nýggj sendirøð í sjónvarpinum teknirøðin Eingilina Ballerina. Eik og Jón Baldur leggja rødd til mýsnar, og tey greiða frá, hvussu tað hevur verið. Evnið á vísindavøkuni 2013 er matur. Vit tosa við Poulu Patursson, granskara, um mat. Tað kann elva til strongd hjá barnakonunum, skriva ljósmøðurnar í hoyringssvari til uppskotið hjá landslæknanum um at niðurleggja føðideildina á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Tá ið barnakonur koma til Havnar, hava tær møgleika at búgva á Herberginum á Eirargarði, sum er ætlað barnakonum, ið noyðast til Havnar 14 dagar, áðrenn tær eiga. Men Bjørg Rasmussen, sum noyddist til Havnar at eiga, heldur, at umstøðurnar á Herberginum eru so vánaligar, at har er ikki búgvandi. Undan dystinum var ikki nógv roknað við, at føroyskal liðið fór at gera stórvegis við pólsku vertirnar. Pólland er millum sterkastu londini í bólkinum, og tað sást aftur frá byrjan. Pólland skoraði longu tá tveir minuttir vóru farnir. Hálvleiksstøðan var 4 0 til Pólland. Hóast føroysku kvinnurnar vóru meira við í spælinum í seinna hálvleiki, eydnaðist tað Póllandi at skora tvey mál afturat, og sostatt vunnu tær 6 0. Góðan morgun Føroyar fer í vetur eitt legg út í bókmentaheimin, tann nýskapandi bókmentaheimin Hetta næsta hálvárið verður tátturin 650 orð nýtt innslag í sendingini. Hvønn hósdag millum 8 og 9 ber til at hoyra nýskrivaðan tekst eftir føroyskan høvund, og hvørja viku kanst tú gera eina roynd at skriva tekstin, sum verður lisin. Í sendingini geva vit tær nýtt hugskot hvørja viku, sum skrivast skal út frá. Vit velja ein av innkomnu tekstunum og lesa hann upp í sendingini vikuna eftir. Hugskotini fara at liggja á heimasíðu okkara kvf.fo gmf og á facebook vanganum. Har liggja altíð tey fýra komandi hugskotini. Á heimasíðuni er vegleiðing um, hvussu tú sendir inn. Tekstirnir skulu vera heilt stuttir, í mesta lagi 650 orð uml. 5 min. at lesa upp . Tú velur sjálv ur formin. Tað kann vera ein stutt stuttsøga, ein hugleiðing, ein yrking, eitt bræv, ein uppskrift, ein vegleiðing, men sjálvandi skal alt vera meira ella minni fiktión. Tað er loyvt at verða dulnevndur í 650 orð, men GMF skal tó kenna høvundan. Rakel Helmsdal, marionettleikari, rithøvundur og undirvísari í skriving í 14 ár, velur tekstirnar og lesur upp. Upplisni teksturin verður ikki altíð bara valdur, tí tað er besti teksturin bókmentaliga, men kanska líka ofta tí, at tað er teksturin, sum hevur tulkað hugskotið á forvitnisligasta, áhugaverdasta ella snildisligasta hátt. Øll hava sín stíl at málbera seg, og so leingi tað ikki er ein tekstur, ið skal á prent, men bara livir í løtuni hann verður hoyrdur, so kunnu vit loyva okkum eitt sindur av licentia poetica. Beint undan jólum gera vit eina sending við øllum teimum útvaldu tekstunum og lata lurtarar atkvøða um, hvør tekstur er tann besti. Vinningurin verður kunngjørdur í næstum. Hetta er fyrsta hugskotið, ið tú fært at kveikja tekst tín við. Byrja ein tekst við setninginum Hurðin small harðliga aftanfyri hana Adressan er gmf kvf.fo viðmerk 650 orð í evnisteiginum. Á midnátt mánakvøldið fara sáttmálarnir millum Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum og átta fakfeløg úr gildi. Nýggir sáttmálar eru ikki gjørdir enn, men samráðingar eru við flestu feløgini. Tey, sum hava sáttmála við landið til 1.oktober, eru pedagogar, lærarar, sjúkrarøktarfrøðingar, handverkarar, musikkskúlalærarar, arbeiðskvinnur, skipara og navigatørar og maskinmeistarar. 14 fakfeløg hava sáttmála til 1.oktober í 2015, teirra millum tað størsta, Starvsmannafelagið. Lønardeildin sigur, at feløgini, sum nú samráðast, fáa ikki meira hetta til 1.oktober í 2015 enn hini feløgini hava fingið. Enn hevur eingin tosað um semingsfólk. Og eru nýggir sáttmálar ikki undirskrivaðir fyri midnátt 1.oktober, verður arbeitt eftir gomlu sáttmálunum til tað ber ella brestir í samráðingunum. Seming fer ikki at kosta pørtunum so nógv longur. Hon fer ikki at kosta nakað, tí nú er Semingstovnurin, sum er í fíggjarlógini, eisini fyri almenna arbeiðsmarknaðin. Ein nýggj frágreiðing um veðurlagið, sum ein serfrøðingabólkur hjá ST hevur kunngjørt í dag, slær nú fast, at heimshøvini fara at fløða millum 26 og 82 sentimetrar hetta fram til ár 2100. Okkara greining av vísundaligu kanningunum vísir, at lofthválvið og heimshøvini eru vorðin heitari, at mongdin av kava og ísi er minkað, at miðal vatnstøðan er hækkað og at innihaldið av vakstrarhúsgassum er økt, sigur Quin Dahe, sum er ein av formonnunum í IPCC arbeiðsbólkinum, ið hevur gjørt veðurlagsfrágreiðingina. Sostatt eru ST serfrøðingarnir nú meira enn nakrantíð fyrr sannførd um, at menniskjað hevur ábyrgdina av broytingunum í veðurlagnum. Tá seinasta frágreiðing varð latin í 2007 vóru serfrøðingarnir sannførd við 90 prosent vissu, at broytingarnar eru menniskjaskaptar, og í 2001 var metingin 66 prosent vissa. Eisini forsøgnirnar viðvíkjandi vatnstøðuni er økt í mun til seinastu frágreiðing, tá serfrøðingarnir mettu, at havið fór at fløða við 18 til 59 sentimetrum nú siga tey 26 til 82 centimetrar. Ein annar av formonnunum í IPCC arbeiðsbólkinum, Thomas Stocker, ávarar um, at veðurlagsbroytingarnar kunnu hava hitabylgjur, vatnflóð og skerpingar við sær. Tað er sannlíkt, at vit fáa fleiri hitabylgjur, og at hesar fara at vera longri. Í og við at jørðin gerst heitari, vænta vit eisini at tey vátu økini fara at fáa enn meira avfall, meðan tey turru økini fáa enn minni, hóast tað kunnu vera undantøk, sigur hann. Frágreiðingin varð almannakunngjørd í svenska høvuðsstaðnum Stockholm í dag, og er tann fyrsta at trimum frágreiðingum, sum IPCC veðurlagsserfrøðingarnir hjá ST fara at kunngerða um framtíð jarðarinnar. Tað er ikki vist, at Studentaskúlin í Hoydølum fær nýggjan rektara. Tá Mikkjal Helmsdal í summar í annað starv, varð Herleif Hammer, vararektari, settur í fyribils starv sum rektari á skúlanum. Mentamálaráðið kannar, um fyribils setti rektarin kann halda fram í starvinum til 2016, tá studentaskúlin flytur út í Marknagilsdepilin. Tað sigur aðalstjórin í Mentamálaráðnum, Poul Geert Hansen. Hóast Sev hevur fleiri ætlanir um at útbyggja og økja um framleiðsluna av varandi orku, so er framvegis neyðugt at brúka nógvar hundrað milliónir krónur at útbyggja orkuframleiðsluna á Sundi. Tí termiska orkuverkið á Sundi kemur eisini í framtíðini at vera álitið, sum veitir trygd fyri javnari streymveiting, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV. Í dag hevur el veitingarfelagið lagt fram sínar ætlanir fyri sínum eigarum tað er kommununum. Onnur av tyrlunum hjá Atlantsflogi hevur leingi verið til umbyggingar, og í fyrrakvøldið varð hin tyrlan sett, tí ein riva var komin á rotorhøvdið. Landsstýrismálanevndin hevur givið Kára P. Højgaard freist til 4. oktober at svara ákærunum um, at hann afturhelt upplýsingum frá Landsverki fyri løgtinginum, og at hann handlaði í heimildarloysi tá hann undirskrivaði quot Break fee quot sáttmálan á eina millión krónur við Copenhagen Infrastructure Partners. Oktoberfest er árlig fólkaveitsla, ið er í 16 dagar, frá síðst í september til fyrsta vikuskifti í oktober. Oktoberfest hevur verið hildin í Munchen í Týsklandi síðani 1810. Sagt verður at hetta er heimsins størsta veitsla, og einar 6 milliónir taka lut hvørt ár. Aðrir býir hava eisini tikið oktoberfest til sín, og nú um vikuskifti verður oktoberfest í Havn. Vísindavøkan 2013 er í Østrøm og á granskarasetrinum iNova. Nógv tiltøk eru allan dagin, sigur Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum. Í næstu viku fáa sandoyingar og suðuroyingar aftur nøktandi samband til alnetið. Sambandið til alnetið í Suðuroy og Sandoy hevur virkað umvegis radiosamband í eitt gott ár, tí sjókaðalin, sum knýtir Sandoynna og Suðuroynna til høvuðsnetið, slitnaði í fjør summar. Eitt ár frammanundan slitnaði hin kaðalin, sum gongur úr Vágum til Suðuroyar, og tí hevur sambandið við alnetið til tíðir ikki verið nøktandi í mun til nýtsluna sum hevur verið í Sandoy og Suðuroy. Tað hevur tó ikki verið so einfalt at leggja ein nýggjan kaðal, tí útgerðin hevur ikki verið nóg góð til veðurviðurskiftini í Føroyum. Tí hevur Føroya Tele arbeitt við at gera eina tilbúgving, so teir sjálvir eru førir fyri at umvæla slíkar skaðar, um teir henda aftur. Tí er útgerð riggað til umborð á Brimli, so kaðalar kunnu umvælast. Eitt kaðalspæl og onnur serútgerð er gjørd á skipasmiðjuni MEST, og fólk hava fingið útbúgving til uppgávurnar. Felags tilbúgvingin ger, at Brimil fær gjørt umvælingar, tá ið umstøðurnar annars eru nøktandi. So skjótt góð líkindi verða aftur, er ætlanin at umvæla sambandið millum Miðvág og Hvalba. Tann kaðalin skal tryggja sambandið, um brek kemur á annan av hinum kaðalunum. Fíggjarlógaruppskotið hjá landsstýrinum fyri næsta fíggjarár verður lagt fyri tingið mánadagin. Í sjónvarpskjakinum týskvøldið fara umboð fyri politisku flokkarnar at skifta orð m fíggjarlógaruppskotið. Tey verða Johan Dahl fyri Sambandsflokkin, Jørgen Niclasen fyri Fólkaflokkin, Høgni Hoydal fyri Tjóðveldi, Aksel V. Johannesen fyri Javnaðarflokkin, Bill Justinussen fyri Miðflokkin, Poul Michelsen fyri Framsókn og Kári P. Højgaard fyri Sjálvstýrisflokkin. Á vísindavøkuni í fjør fekk Dorete Bloch miðlaheiðurslønina fyri góðu evnini at leggja fram sítt grankingararbeiði fyri almenningin. Vísindavøka er aftur í dag, og tí er Dorete Bloch gestur í Vangamyndini, har hon fer at siga frá sínum arbeiði sum lívfrøðingur og granskari. Smyril hevur aftur fingið maskinbrek, og hetta hevur við sær, at skipið avlýsir nakrar túrar bæði í kvøld og í morginári. Túrarnir av Havnini klokkan 18.30 og kl 21.00 av Krambatanga í kvøld verða ikki sigldir. Í staðin siglir Smyril klokkan 20 í kvøld av Havnini á Krambatanga. Og túrurin av Havnini í morginári klokkan 7 verður ikki sigldur. Í staðin siglir Smyril klokkan 9.30 í morgin av Krambatanga. Bygdaleiðir koyra í sambandi við broytingarnar. Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum klokkan 18. At Atlantis Airways onga tyrlu hevur til bjarging ella leiting í løtuni, er einki at gera við. Tað ber ikki til at verja seg út í æsir fyri óhappum. Føroyar hava onga bjargingartyrlu havt síðani mikudagin. Onnur tyrlan hevur verið til umbyggingar í nógvar mánaðir. Tyrlan er liðug og kann fyri tað fara á flog. Men góðkenningin frá flogmyndugleikanum er ikki komin enn. Hin tyrlan fekk eitt brek mikudagin, og hon fær tí ikki flogið. Eykalutir eru bílagdir. Hetta er harmiligt, men gerst ikki við, heldur landsstýrismaðurin, men hann fær einki gjørt við støðuna. Atlantic Airways rekur tyrluflúgvingina fyri landið. Í sáttmála við landsstýrið hevur felagið bundið seg til at røkja innanoyggaflúgving, leiting og bjarging. Fyri hetta fær Atlantic Airways 36,1 millión krónur um árið. Sáttmálin forðar tó ikki fyri, at eingin tyrla er tøk í landinum. Og fyri at gera ilt verri fór tyrlan hjá donsku sjóverjuni úr Føroyum fyri stuttari tíð síðani. Hon verður ikki í Føroyum aftur fyrr fyrst í 2014. Løgtingið samtykti hósdagin at játta hálva aðru millión til bráðneyðugar umvælingar á Sýnini í Vágum og 879.000 krónur til genkanningarnar, tá tey fara á fjall í Leynum og grannahøgunum. Løgtingið veik frá tíðarfreistunum, so allar tríggjar viðgerðir vóru hósdagin. Og í gjár varð lógin lýst. Vinnumálaráðið ætlar saman við Fiskimálaráðnum og Búnaðargrunninum at gera eina ætlan um at kanna ílegur hjá seyði í øllum landinum. Umvælingar á Sýnini hava skund, og tí ber illa til at bíða eftir heimildarlógini, verklagslógini, um høvuðsumvæling og heldur ikki eftir semju millum kommunurnar og Almannamálaráðið um umvælingina. Ellis og røktarheimið í Vágum eigur fýra milliónir krónur í fíggjarlógini fyri 2013 til umvælingar. Fíggjarnevndin heldur fast um, at avtala eigur at verða gjørd kommunurnar og Almannamálaráðið, og at tann hálva onnur milliónin, sum nú er játtað, verður við í landsins parti í heildarætlanini. Tað fer at kosta góðar 30 milliónir krónur at umvæla ellis og røktarheimið í Vágum. Tað varð samtykt á ársfundinum hjá NAFO, sum viðger fiskiskapin í útnyrðingspartinum av Atlantshavinum. Ársfundurin var í Halifax í Kanada. Línuskipini høvdu góðan fiskiskap á Flemish Cap í ár, og øll kvotan varð fiskað. Fyri ársfundin mæltu fleiri limalond og vísindaliga ráðgevingin til, at eingin rækjufiskiskapur skuldi vera á Grand Bank næsta ár, tí stovnurin verður mettur at vera illa fyri. Tað eydnaðist tó føroysku sendinevndini í tøttum samstarvi við onnur limalond at tryggja føroysk áhugamál. Og rækjufiskiskapurin á Grand Bank heldur fram. Samtykt varð kortini at minka heildarveiðina niður í helvtina av tí, hon er í ár, tí stovnurin minkar skjótt. Heildarkvotan verður 4.300 tons. Føroyska kvotan er góð 10 prosent, sløk 430 tons í 2014. Heldur ikki næsta ár verður loyvt at fiska rækjur á Flemish Cap. Har hevur verið forboðið at fiska rækjur síðani 2011. Harafturat eiga føroyingar 197 tons av svartkalva og 69 tons av kongafiski í NAFO økinum næsta ár. Í sendingini greiðir Leivur millum annað frá síni tónleikaligu bakgrund, og frá útbúgvingini sum guitarleikari á Det Rytmiske Musikkonservatorie i København. Eisini verður prátað um barna og ungdómsárini, um musiskt samskifti, um ymisk samfelagsviðurskifti og um nýtsluvirði á sosialum miðlum sum til dømis Facebook. Nógvu áskoðararnir við Djúpumýru sóu helst mest undirhaldandi seinna hálvleikin í allari kappingini. Fyrr hálvleikur var tó ikki nógv at reypa av. Fáir málmøguleikar, men tó eitt mál, sum Páll Klettskarð skoraði fyri KÍ, eftir at Gert Hansen gjørdi eina quot Jesper Olsen afturlegging quot . Tað sum fyrri hálvleikur ikki hevði, hevði hin seinni. Málmøguleikarnir vóru nógvir, og longu tá tveir minuttir vóru farnir økti KÍ til 2 0. Aftur var tað Páll Klettskarð sum skoraði. Tað gekk tó bara ein minuttur, so minkaði Niels Pauli Danielsen um munin. Men undirhaldið var als ikki liðugt enn. Tá seinni hálvleikur er eitt korter gamal, skorar Heðin Klakkstein fyri KÍ, og nú byrjaði tað av álvara at líkjast einum KÍ sigri. EB Streymur vildi tað tó øðrvísi. Egil á Bø fór fram í álopið, og hóast KÍ kom til nógvar kontra møguleikar, eydnaðist tað EB Streymi at leggja trýst á KÍ. Tá ellivu minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini minkaði Leif Niclasen fyri EB Streym, so var 3 2 og spenningur síðstu løtuna. Tá seks minuttir vóru eftir av dystinum fær Henry Heinesen eitt gult kort afturat, og har við eisini tað reyða. Stórt trýst bleiv lagt á KÍ málið, og í tíðini sum dómarin hevði lagt aftur, eydnaðist tað Egil á Bø at javna, og har við eisini tryggja EB Streymi tað eina stigið. KÍ skapti nakrar fleiri málmøguleikar gjøgnum allan dystin, men samanumtikið var javnleikur eitt rættvíst úrslit. KÍ ergrar seg tó, tí enn einaferð mistu teir eina leiðslu burtur. Stigi kann tó hava stóran týdning, tí um KÍ tapti, hevði TB møguleika at fara fram við KÍ á stigatalvuni. KÍ EB Streymur 3 3 1 0 Faroesoccer.com 3 39 1 0 Páll A. Klettskarð 30 39 Brian Olsen 43 39 Atli Danielsen 47 39 2 0 Páll A. Klettskarð 48 39 2 1 Niels Pauli B. Danielsen 54 39 Henry Heinesen 59 39 3 1 Heðin Klakstein 64 39 Arnar Dam 79 39 3 2 Leif Niclasen 84 39 Henry Heinesen 90 39 3 3 Egil á Bø 90 39 Jákup Andrias Hansen Tað var ongantíð nakar ivi um, hvar sigurin fór, tá KÍF og Team Klaksvík byrjaðu hondbóltskappingina í Kollafirði. Føroyameistararnir úr KÍF vóru oman á frá byrjan. KÍF vann heili 34 13. Hálvleiksstøðan var 19 5 til KÍF. Hans Eli Sigurbjørnsson skoraði flest mál fyri KÍF, hann skoraði seks ferðir. Rúni Joensen og Andrias Nielsen skoraðu fimm mál hvør. Leygardagin var stóra føroyska tiltakið Mítt land í Keypmannahavn, har heilt fitt av føroyskum útisetum savnaðust at lurta eftir tónleikaframførslum og undirhaldi. Tað varð samtykt á ársfundinum hjá NAFO, sum viðger fiskiskapin í útnyrðingspartinum av Atlantshavinum. Ársfundurin var í Halifax í Kanada. Fyri ársfundin mæltu fleiri limalond og vísindaliga ráðgevingin til, at eingin rækjufiskiskapur skuldi vera á Grand Bank næsta ár, tí stovnurin verður mettur at vera illa fyri. Og rækjufiskiskapurin á Grand Bank heldur fram. Samtykt varð kortini at minka heildarveiðina niður í helvtina av tí, hon er í ár, tí stovnurin minkar skjótt. Heildarkvotan verður 4.300 tons. Fíggjarnevndin vil ikki vera við til at bróta apotekslógina. Og 7,5 milliónir krónur eru ov lítið afturat til serviðgerðir uttanlands. Tað heldur Fíggjernevndin hjá løgtinginum, sum tekur undir við at játta 7,5 milliónir krónur afturat til at senda sjúklingar av landinum. Men nevndin ivast í, um tað verður nóg mikið, tí meirnýtslan í fjør var 10 milliónir krónur Fíggjarnevndin mælir til neyvari fíggjarstýring fyri serviðgerðir uttanlands. Við eykajáttanin, sum nú verður latin, kemur kostnaðurin fyri serviðgerðir í ár upp í 145,5 milliónir krónur Men landsstýrið sleppur ikki at taka pengarnar frá apotekunum. Landsstýrið ætlaði at lata yvirskotið hjá Apoteksverkinum fara til serviðgerðirnar fyri at fáa hækkingina útreiðslunoytrala. Skrivarin hjá Fíggjarnevndini minti á, at lógin um Apoteksverkið, og hon er galdandi enn, sigur, at avlopið hjá Apoteksverkinum fellur til Apoteksgrunnin. Men í Fíggjarmálaráðnum svaraði ein ráðgevi, at tá landskassin í nógv ár hevur rindað hallið hjá Apoteksverkinum, eigur avlopið hjá Apoteksverkinum at fara í landskassan. Tað er sunn fornuft, segði ráðgevin. Og Apoteksgrunnurin er í veruleikanum ikki til longur. Hann er tikin við í landsroknskapin. Kortini er lógin, sum sigur, at Apoteksgrunnurin eigur avlopið, ikki broytt samsvarandi tí. Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur sagt við Fíggjarnevndina, at hann ætlar at fáa apotekslógina broytta í hesari tingsetuni. El prísirnir kunnu tvífaldast um el netið í Føroyum verður privatiserað. Tað ávarar Bogi Bech Jensen, lektari á Danmarks Tekniske Universitet, DTU, sum júst er heiðraður við granskara virðislønini, AEG Elektro prisen, fyri í ár. Ravmagns tørvurin hjá uppsjóvarvirkinum Varðanum Pelagic á Tvøroyri er so stórur, at neyðugt er at útbyggja orkuverkið í Vági fyri 50 milliónir krónur alt fyri eitt, fyri at nøkta tørvin í Suðuroynni í nærmastu framtíð. Tað sigur Finn Jakobsen, tekniskur stjóri í SEV, sum fríggjadagin legði framtíðarætlanirnar hjá stovninum fram fyri kommunustýrislimunum. Ravnmagns tørvurin hjá uppsjóarvirkinum Varðanum Pelagic á Tvøroyri er so stórur, at neyðugt er at útbyggja orkuverkið í Vági fyri 50 milliónir krónur alt fyri eitt fyri at nøkta tørvin í Suðuroynni í nærmastu framtíð. Tað staðfestir Finn Jacobsen, tekniskur stjóri í SEV, sum fríggjadagin legði framtíðarætlanirnar hjá stovninum fram fyri kommunustýrislimunum. Tað krevur sera nógv ravnmagn at fáa til høldar og frysta øll tey tíggjutals túsund tonsini av uppsjóarfiski, ið koma upp á land til Varðan Pelagic á Tvøroyri. Tí er neyðugt hjá SEV at fremja útbyggingar á orkuverkinum í Vági fyri 50 milliónir krónur alt fyri eitt fyri. Eitt nú skal ein nýggjur motor keypast. Tað sigur Finn Jacobsen, tekniskur stjóri í SEV. SEV hevur latið eina nýggja kanning gera av ravnmagns støðuni og tørvinum í Suðuroynni, og hon vísir greitt, at stórt trýst er á motorarnar hjá SEV í verkinum í Vági, fyri at nøkta vaksandi tørvin á ravnmagni í oynni. Hóast neyðugt er at gera eina bráfegis útbyggingin av orkuverkinum í Vági við einum nýggjum motori og annað fyri 50 milliónir krónur, so er besta loysnin fyri framtíðina at knýta Suðuroynna upp í ravnmagns netið í meginøkinum við einum kaðali, sigur Finn Jacobsen. Fjórði hvør føroyskur maður hevur vánaliga sáðgóðsku, har tað eru færri enn 20 milliónir sáðkyknur fyri hvønn millilitur. Tað er minni enn normalu virðini eiga at vera, sambært heimsheilsustovninum, World Health Organization. Tað er niðurstøðan í gransking hjá Jónrit Halling og Mariu Skaalum Petersen, ið hava kannað sáðgóðskuna hjá 481 føroyskum monnum í aldrinum 21 til 24 ár. Granskingin er kunngjørd í tíðarritinum British Medical Journal Open. Í samvirkna grafikkinum niðanfyri sært tú, hvussu sáðgóðskan hjá monnum í Evropa er. Tú sært á litunum, hvussu sáðgóðskan í teimum ymisku londunum er. Myrkari liturin á kortinum er, lægri er sáðgóðskan. Ljósari liturin er, hægri er sáðgóðskan. Pál Weihe, yvirlækni og granskari, er heiðraður fyri framúr góða almenna miðling av gransking. Tað hendi á Vísindavøkuni fríggjakvøldið. Í síni grundgeving fyri at valið fall á Pál Weihe, yvirlækna og granskara, sigur dómsnevndini, at Í meira enn 20 ár hevur Pál arbeitt við arbeiðsmedisini, fólkaheilsu og umhvørvislæknafrøði. at Pál Weihe sum fáur er tilvitaður um tann stóra týdningin sum almenna miðlingin av gransking hevur at hann er altíð fúsur at greiða frá, kjakast og svara fólki, bæði í miðlunum, til tiltøk og persónliga. at hann er áhaldandi og sakligur í síni miðling, eisini tá ógvusligar skolur og ósaklig svar eru at hoyra. Klokkan stívliga halvgum níggju leygarkvøldið fekk Sjóbjargingarstøðin at vita frá Atlantic Helicopters, at tyrlan var liðugt umvæld og tøk aftur. Á loftinum á gamla pakkhúsinum hjá Thomsen á Tvøroyri heldur fyritøkan Brikolasj til. Hetta er ein fyritøka sum seymar og bindur burturúr brúktum. Tær gera nógv ymiskt, tí rávøran avgerð, hvat tær seyma og binda. Tað eru tær báðar Anna Mortensen og Elin Dimon Næss, sum eiga og reka fyritøkuna og Oddbjørg Øster arbeiðir hjá teimum. Í Húsavík hava tey bæði eitt nýtt kampingpláss og ein gamlan ítróttavøll, og enn í dag sæst farvegurin eftir fleiri minum, sum róku upp á land undir krígnum. Á Tumbakka standa tey mongu gomlu gróthúsini. Bygdin hevur eisini Magnusarbakka. Í býlinginum Heimi á í Garði eru fleiri gomul hús og mangar toftir. Har stendur eisini kirkjan, sum fyri 150 árum síðani varð bygd størri enn Sands kirkja. Søgnin sigur, at hústrúin liggur grivin í forkirkjuni. quot Hallið á fíggjarlógini skal vera burtur í 2016. quot Tað hevur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, endurtikið óteljandi ferðrir inntil í morgun, tá hann legði fríggjarlógina fyri 2014. Nú hevur pípan fingið eitt annað ljóð, tí í fíggjarlógini fyri 2014 vísa framskrivingar, at fíggjarlógin fyri 2016 fer at hava 75 milliónir krónur í halli. Spurdur beinleiðis, um landsstýrið hevur slept ætlanini um, at hallið á fíggjarlógini skal vera burtur í 2016, svaraði Jørgen Niclasen ja. Men hann vónar, at búskaparvøkstur fer at dekka hallið, men sum tølini síggja út í dag, so fer tað ikki at eydnast at fáa hallið á fíggjarlógini burtur í 2016. Vestpack í Vestmanna er besta fyritøkan í Føroyum í ár. Tað var avdúkað á Vinnudegnum fríggjadagin. Gesturin í morgunsendingini í morguner Thomas B. Thomsen, sølumaður á Vestback, sum hevur arbeitt har at kalla síðani virkið varð stovnað fyri 19 árum síðani. Teir sum eru úttiknir til dystirnar eru hesir Málverjar Gunnar Nielsen, Motherwell Kristian Joensen, NSÍ Símun Rógvi Hansen, AB Verjuleikarar Jónas Tór Næs, Valur Atli Gregersen, Víkingur Rógvi Baldvinsson, Bryne Rói Danielsen, AB Jóhan Troest Davidsen, HB Erling Jacobsen, Víkingur Miðvallarar Fróði Benjaminsen, HB Hallur Hansson, Aab Heini Vatnsdal, HB Súni Olsen, B36 Christian Lamhauge Holst, Silkeborg Poul Johannus Justinussen, NSÍ Daniel Udsen, Helsingør Áleyparar Jóan Símun Edmundsson, Viking Stavanger Páll Klettskarð, KÍ Finnur Justinussen, Víkingur Klæmint Olsen, NSÍ Áðrenn oktober er liðin, verður greitt hvør sleppur at fiska toska kvotuna á Flemish Cap næsta ár. Kvotan verður 3.246 tons, 100 tons meira enn í ár. Býráðið væntar at fáa 18 milliónir krónur í partafelagsskatti, tað sama sum í ár, og 10 milliónir í avgjaldi av kapitaleftirlønum, sum eru tvær milliónir meira enn í ár. Hóast optimisma er at síggja, eru avbjóðingarnar stórar at byggja upp ein vøkstur í samfelagnum aftur, segði landsstýrismaðurin, tá hann legði fram ætlanina fyrrapartin. Úr rúgvuni við sangum hjá Sebastian kunnu eitt nú nevnast quot Her er en sang quot , quot M ske ku vi quot , quot N r lyset bryder frem og quot Romeo og Julie quot , ið hava fingið støðu sum nýklassikarar. Sebastian hevur selt fleiri enn tvær milliónir plátur og fløgur og hevur skrivað nakrar av best umtóktu sangleikunum í nýggjari danskari sjónleikasøgu. Kringvarpið hitti hann, tá ið hann í mars í fjør hevði konsertframførslu í Føroyum. Herbert Pundik var 16 ára gamal, tá hann og familjan í 1943 máttu flýggja úr Keypmannahavn til Svøríkis undan týskum nazistum. Einsamøll eftir í húsinum var ein føroysk tænastugenta, sum varð vakt á miðjari nátt av týsku loyniløgregluni, Gestapo. Ein hending, sum Pundik ikki hevur vitað um, fyrr enn hann kom til Føroya í mai 2013. Í 1948 fór hann sjálvboðin í ísraelska herin í kríggj í Palestina, og í 1973 fall sonur hansara, Uri, eisini í kríggi. Seinastu mongu árini hevur fyrrverandi ábyrgdarblaðstjórin á Politiken, Herbert Pundik, verið virkin í ísraelsku friðarrørsluni, men enn er dreymurin um frið ikki vorðin til veruleika. Trýr Herbert Pundik framvegis uppá frið í Miðeystri Hvussu hevur jødatýningin myndað hansara lív Og er 85 ára gamli maðurin bjartskygdur ella dapurskygdur vegna sítt land og fólk, tá hann skoðar inn í framtíðina teir fýra andstøðuflokkarnir í løgtinginum, Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin, Framsókn og Sjálvstýrisflokkurin eru ikki nøgdir við uppskotið til fíggjarlóg, sum landsstýrið hevur lagt fram. Óluva Zachariasen hitti teir fýra formenninar í flokkunum, Høgna Hoydal, Aksel V. Johannesen, Kára P. Højgaard og Poul Michelsen, tá uppskotið var lagt fram. Moldvørpan er kanska blind, men hon er ikki býtt. Treiskligagravar hon seg gjøgnum ta myrku føroysku moldina, fyri at finna nøkur av teimumevnunum sum vit alt ov sjáldan síggja á skíggja. Moldvørpan ereisini ein njósnari sum sníkir seg inn á stovnar og felagskapir, fyri at avdúkahvat veruliga gongur fyri seg handan stongdar dyr. Moldvarpa ereisini ein lítil túgva av skarni, sum reyðmaðkurin leggur upp á jørðina umvárið tá er grøðiligt. Stikk fingurin í jørðina og grópa í skarninum tað er gottfyri gróðurin. Við skeivum søgum og groteskum figurum snara vit típolitiska og persónliga veruleikanum, onkuntíð yvir í ta ekstrema, soføroyingar sleppa at meta um tey umstríddu evnini á einum heldur ørðvísigrundarlagi. Skemtið opnarhjørtuni. Tá vit flenna, ikki bara at øðrum, men eisini at okkum sjálvum, soreinsa vit luftina. Við hvørt er tað sum vit borðreiða við yvirhøvur einki stuttligt, og so fáa vitheldur hug at gráta og skeldast, men tað reinsar eisini. Moldvørpan er eisini ein njósnari sum sníkir seg inn á stovnar og felagskapir, fyri at avdúka hvat veruliga gongur fyri seg handan stongdar dyr. Moldvarpa er eisini ein lítil túgva av skarni, sum reyðmaðkurin leggur upp á jørðina um várið tá er grøðiligt. Stikk fingurin í jørðina og grópa í skarninum tað er gott fyri gróðurin. Við skeivum søgum og groteskum figurum snara vit tí politiska og persónliga veruleikanum, onkuntíð yvir í ta ekstrema, so føroyingar sleppa at meta um tey umstríddu evnini á einum heldur ørðvísi grundarlagi. Skemtið opnar hjørtuni. Tá vit flenna, ikki bara at øðrum, men eisini at okkum sjálvum, so reinsa vit luftina. Við hvørt er tað sum vit borðreiða við yvirhøvur einki stuttligt, og so fáa vit heldur hug at gráta og skeldast, men tað reinsar eisini. Fyritøkur í fiskivinnuni og alivinnuni, sum hava eina millión ella meira í skattskyldugari inntøku, fáa eina rættiliga skattahækking næsta ár. Frá 2011 hevur ein skattur upp á 2,5 prosent verið lagdur á tað, sum verður kallað eyka stórur vinningur í fiskivinnuni og alivinnuni. Moldvørpan er eisini ein njósnari sum sníkir seg inn á stovnar og felagskapir, fyri at avdúka hvat veruliga gongur fyri seg handan stongdar dyr. Moldvarpa er eisini ein lítil túgva av skarni, sum reyðmaðkurin leggur upp á jørðina um várið tá er grøðiligt. Stikk fingurin í jørðina og grópa í skarninum tað er gott fyri gróðurin. Við skeivum søgum og groteskum figurum snara vit tí politiska og persónliga veruleikanum, onkuntíð yvir í ta ekstrema, so føroyingar sleppa at meta um tey umstríddu evnini á einum heldur ørðvísi grundarlagi. Skemtið opnar hjørtuni. Tá vit flenna, ikki bara at øðrum, men eisini at okkum sjálvum, so reinsa vit luftina. Við hvørt er tað sum vit borðreiða við yvirhøvur einki stuttligt, og so fáa vit heldur hug at gráta og skeldast, men tað reinsar eisini. Moldvørpan er eisini ein njósnari sum sníkir seg inn á stovnar og felagskapir, fyri at avdúka hvat veruliga gongur fyri seg handan stongdar dyr. Moldvarpa er eisini ein lítil túgva av skarni, sum reyðmaðkurin leggur upp á jørðina um várið tá er grøðiligt. Stikk fingurin í jørðina og grópa í skarninum tað er gott fyri gróðurin. Við skeivum søgum og groteskum figurum snara vit tí politiska og persónliga veruleikanum, onkuntíð yvir í ta ekstrema, so føroyingar sleppa at meta um tey umstríddu evnini á einum heldur ørðvísi grundarlagi. Skemtið opnar hjørtuni. Tá vit flenna, ikki bara at øðrum, men eisini at okkum sjálvum, so reinsa vit luftina. Við hvørt er tað sum vit borðreiða við yvirhøvur einki stuttligt, og so fáa vit heldur hug at gráta og skeldast, men tað reinsar eisini. Moldvørpan er eisini ein njósnari sum sníkir seg inn á stovnar og felagskapir, fyri at avdúka hvat veruliga gongur fyri seg handan stongdar dyr. Moldvarpa er eisini ein lítil túgva av skarni, sum reyðmaðkurin leggur upp á jørðina um várið tá er grøðiligt. Stikk fingurin í jørðina og grópa í skarninum tað er gott fyri gróðurin. Við skeivum søgum og groteskum figurum snara vit tí politiska og persónliga veruleikanum, onkuntíð yvir í ta ekstrema, so føroyingar sleppa at meta um tey umstríddu evnini á einum heldur ørðvísi grundarlagi. Skemtið opnar hjørtuni. Tá vit flenna, ikki bara at øðrum, men eisini at okkum sjálvum, so reinsa vit luftina. Við hvørt er tað sum vit borðreiða við yvirhøvur einki stuttligt, og so fáa vit heldur hug at gráta og skeldast, men tað reinsar eisini. Sum tølini eru nú, verður hallið hjá landskassanum 450 milliónir krónur í ár. Tað eru 205 milliónir meira enn fíggjarlógin sigur. Munurin er 85 prosent. Orsøkin til stóra munin eru minni inntøkur og størri útreiðslur enn landsstýrið og løtingið mettu, tá fíggjarlógin fyri 2013 varð gjørd. Nørdarnir er nýggj útvarpssending í summarskránni hjá Kringvarpi Føroya, har fýra fakpersónar komandi vikurnar fara at kjakast um lívsins stóru spurningar. Í dag spyrja vit nørdarnar kring borðið Hvat er eitt lukkuligt lív Í panelinum sita Súsanna Skaale, sálarfrøðingur, Magnus Gaard, lívfrøðingur, Dorit Hansen, cand. mag. í søgu og enskum og Jógvan D. Hansen, heimspekingur. Hvat er deyðin Kann deyðsótti nýtast til okkurt gott Hvørja ávirkan hevur okkara tilvit um deyðan á okkara lív Hvat hendir eftir deyðan Í panelinum eru Súsanna Skaale, sálarfrøðingur, Magnus Gaard, lívfrøðingur, Dorit Hansen, cand. mag. í søgu og enskum og Jógvan D. Hansen, heimspekingur. Menniskju hava til allar tiðir havt sinar atrúnaðir. Fra náttúrureligion og persónligum spiritualiteti til trúnna á fleiri gudar til trúnna á ein guð. Men hvaðani stavar átrúnaður Hvaðani stavar hugmyndin um ein guð Hetta eru nakrir av spurningunum, sum tey fýra, Súsanna Skaale, sálarfrøðingur, Magnus Gaard, livfrøðingur, Jógvan D. Hansen, heimspekingur, og Dorit Hansen, cand. mag. i enskum og søgu, viðgera í dag. Háast tey ikki koma við kategoriskum svarum, so eru tey samd um, at trúgvin á ein guð er til, og at hon ikki fer at hvørva i bræði. Alnótin og tann tøknifrøðiliga kollveltingin hevur grundleggjandi broytt lívið hjá tí modernaða menniskjanum. Rúm og tíð eru upployst í cyberspace, fartelefonir, iPad og iPod eru hvørs mans ogn, og heimasíður sum Facebook, Twitter, Myspace, Google og Youtube eru ein fastgrógvin partur av gerandisdegnum hjá milliónum av menniskjum. Summi fegnast um nýggju atgongdina til alskyns vitan og nýggju møguleikarnar at samskifta tvørtur um landamørk, sum ger lívið súrt hjá alskyns einaræðisharrum. Onnur vísa á, at modernaða menniskjað dugir ikki longur at vera til staðar og fordjúpa seg í stórum hugsanum. Hvørjir eru fyrimunirnir við hesum fagra, nýggja veruleikanum Og hvørjir eru vansarnir Súsanna Skaale, sálarfrøðingur, Jógvan D. Hansen, heimspekingur, Magnus Gaard, lívfrøðingur, og Dorit Hansen, cand. mag. í enskum og søgu, kjakast í dag um alnótina og avleiðingarnar av tøknifrøðiligu kollveltingini. Øll menniskju uppliva, at lívið og gerandisdagurin eru á tremur við avgerðum, bæði stórum og smáum. Men er menniskjan grundleggjandi ein fræls vera Ella eru vit bert úrslit av lívfrøðiligum arvi og sosialum og mentanarligum umstøðum Er okkara uppliving av einum fríum vilja okkurt, sum vit billa okkum Ella eru vit harrar í egnum lívi við teimum fortreytum, sum vit hvør sær eru fødd inn í Í dag spyrja vit Magnus Gaard, lívfrøðing, Súsonnu Skaale, sálarfrøðing, Dorit Hansen, cand. mag. í søgu og enskum og Jógvan D. Hansen, heimspeking Er menniskjan ein fræls vera Dreingir eru dreingir, tí teir eru føddir so, og gentur eru gentur, tí tær eru føddar so. Ella er tað nú soleiðis Eru dreingir møguliga dreingir, tí samfelagið ger teir til dreingir, og eru gentur møguliga gentur, tí okkara mentan og sosialu vanar gera tær til gentur Í dag spyrja vit nørdarnar Í hvønn mun eru menn og kvinnur fødd ymisk, og í hvønn mun er hugtakið kyn ein sosial og mentanarlig konstruktión Vit eru føroyingar serstøk tjóð , yrkti Pól f á sinni. Men hvat merkir tað at vera føroyingur í 2011 Hvat merkir tað í heila tikið at hoyra til eina tjóð Er føroyskleiki tengdur at máli, mentan og siðum, ella er tað nóg mikið at kenna seg sum føroying Í mong ár hava globalisering, kapitalisma og multikulturalisma máað støðið undan nationalum mørkum um allan heim, men samstundis hava tjóðskaparflokkar framgongd í fleiri europeiskum londum. Í dag spyrja vit nørdarnar Hvat merkir tað at vera føroyingur í dag Hvaðani stavar hugtakið tjóð Og kunnu vit ímynda okkum ein heim uttan landamørk, har vit øll eru heimsborgarar fyrst og fremst Elin Michelsen, Heri Jakobsen, og Jógvan Ósá kjakast um starvsfólkaviðurskifit á Tryggingarfelagnum Føroyar, internetsensur, skotsmál um ALS misnýtslu, fólkateljingina, og rúsdrekkalóggávuna. Strandferðslan hevur funnið skipið fyri landsstýrið. Skipið er bygt í 1994, tað tekur 30 til 36 ferðafólk og fimm tons av farmi. Tað siglir 16 til 22 míl. Næsta ár skal skipið umbyggjast og uppstigast. Skipið, sum verður keypt til Skúvoyarleiðina, kemur í staðin fyri Sildberan, sum er bygdur í 1979. Uppruddingararbeiðið eftir oljulekan á Trongisvágsfirði er ikki liðugt enn. Tari og grót í hópatali er so illa dálkað, at tað má burturbeinast. Fýra skip eru undir illgruna. Sambært Jalgrími Vestergaard, havnameistara, er oljan ikki farin á sjógv í sambandi við bunkring. Hann dugir tó ikki siga, hvaðani lekin stavar og vísir til sýslumannin. Umleið 250 metrar av fjøru og havnalagið á Krambatanga, vórðu illa dálkað av oljuni, sum onkursvegna slapp at renna út í fjørðin í farnu viku. Sambært innsatsleiðara Odduri Dimon, er vónleyst at siga, hvussu nógv olja er farin á sjógv. Neyðugt hevur verið at taka og burturbeina ikki einans oljuna, men eisini fitt av gróti og tara, ið var dálkað av oljuni. Løgreglan hevur tikið royndir av oljuni umborð á trimum skipum,ið løgreglan hevur illgruna til. Og roynt hevur verið at fáa royndir av einum fjórða skip, ið var farið avstað aftur, tá lekin var funnin. Fleiri skip vóru í fjørðinum í tíðarskeiðnum, tá oljan er likin á sjógv. Sambært sýslumanninum er torført at siga, nær úrslitini av royndunum fyriliggja. Tað kann taka upp til seks vikur at gera neyðugu kanningarnar av oljuni. Álvaratosmanningin hesaferð, Rósely Reynstind, Heri Jakobsen, og Elin Michelsen vóru rættiliga ítøkilig, tá kjakast var um strongd á arbeiðsplássum. Tey vóru rættiliga samd um, at oftani er talan um at liva upp til krøv, eisini sjálvskapt. Tey nevndu harafturat, hvussu týdningarmikið tað er at geva barninum tað rætta í beinið. Pallborðið helt ikki, at avgerðin hjá Sjúrður Skaale, um at fara úr Tjóðveldi, fór at hava annað við sær, enn at ein litrík persónligheit minni er í Tjóðveldi. Manningin í Álvaratos var nokkso misjøvn á máli í spurninginum, um tað er í lagi, at BankNordik letur fleiri deildir aftur kring landi. Tey hildu tað eisini vera løgið og konservativt, at fólk í skrásettum parlagi ikki hava somu rættindi í Føroyum, sum í hinum báðum londunum í danska ríkinum. Álvaratosmanningin, Elin Michelsen, Jógvan E. Ósá, og Heri Jakobsen heldur, at TAKS hevur eina møtumikla uppgávu, nú stovnurin fer at kanna viðurskiftini viðvíkjandi svørtum peningi í føroyskari ítrótt. Í spurninginum um at samansjóða komandi fólkatings og løgtingsval, eru tey misjøvn á máli, og als ikki sannførd um, at tað kann verða veruleiki. Álvaratospanelið er heldur ikki sannført um, at uppskotið um, at ein pakki av sigarettum skal kosta 100 krónur, fer at verða lætt at gjøgnumføra. Formaðurin í Fyribyrgingarráðnum, Pál Weihe, er komin við hesum hugskoti. Elin, Jógvan, og Heri halda sum so mong onnur, at orsøkin til at færri kvinnur enn menn søkja sær hjálp fyri rúsevnistrupulleikar, er samleikin at vera kvinna og mamma skommin ikki at megna tað uppgávuna til fulnar. Makrelkvotan í ár er við at vera uppi. Til í dag hevur Fiskiveiðieftirlitið fingið fráboðan um, at 132.000 tons av makreli eru fiskað av kvotuni, sum er 142.000 tons. Nótaskipini hava 2.800 tons eftir. Hitt, sum er eftir, eru tonsini, sum eru sett av til royndarfiskiskap, og ein felagskvota til annan reiðskap enn trol og nót. Meira er eftir av norðhavssild. Av teimum 99.000 tonsunum, sum føroyski flotin fekk, eru 36.000 tons eftir. Nótaskipini eiga nógv tað mesta, sum er eftir av sildini. Elin Michelsen, Jógvan Esmar Ósá, og Heri Jakobsen mannaðu pallborðið. Tey sóknaðust eftir, at fjølmiðlar greiða betur frá, hvat gongur fyri seg í makrelmálinum. Í spurninginum um javstøðu í leiðsluni í BankNordik var ikki breið semja Elin helt, at leiðslan átti at økt um kompetansuna við kvinniligum førleikum, meðan Heri helt, at leiðlslan kundi gera sum henni vildi og um hon helt tað hóska bestu við teimum kompetansum, sum teir átta menninir í leiðsluni kunnu bjóða, ja, so er tað tað besta. Jógvan tók undir við Elini. Øll trý vóru samd um, at vit als ikki er til reiðar at søkja um ES limaskap ella at gjalda tað, sum ein avtala um tey fýra ES frælsini kosta. Í málinum um lønarsamráðingar á almenna arbeiðsmarknaðinum, var nógvu ivi. Men tey mettu tó, at ein betri avtala enn tann seinasta, kann koma til høldar. Eisini vóru tey ivandi í spurninginum, um tað er klókt av Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar at fara úr Almenna Fakfelagssamstarvinum. Pallborðið Rósely Reynstind, Heri Jakobsen, og Jógvan Esmar Ósá. Tey halda, at tað er í fínasta lagi, at journalisturin Ingolf S. Olsen stillar upp til næsta løgtingsval. Onkur teirra helt, at tað kann vera ein fyrimunur fyri samfelagið, tí hann kennir væl til samfelagsviðurskifti. Panelið var ikki samt í spurninginum, hví alsamt fleiri børn verða fødd uttanfyri hjúnarlag. Heri segði tó, at fíggjarligir fyrimunir kunnu vera í at liva ógift, meðan Rósely bara staðfesti, at hetta er ein atljóða gongd, sum so Jógvan harmaðist. Í makrelspurninginum helt serliga Rósely, at samansetingin av fiskiloyvunum líkist hvørki einum ella ongum og at tí kunnu stór útlendsk verksmiðjuskip vera nyttug nógv føroysk skip við makrelloyvi hava ikki køliskipanir til at halda fiskin feskan. Annars helt Rósely tað vera løgið, um so er at Almenna Fakfelagssamstarvið bara er úti eftir lønarhækking í lønarsamráðingunum. Hon legði afturat, at hevur tú eina útbúgving, eigur tað at síggjast aftur í lønarposanum. Jógvan E. Ósa helt ikki, at ungdómar berjast meira í dag, enn fyrr, men at metodirnar kanska eru harðligari í dag. Og Heri Jakobsen helt, at føroysktkrøvini til lærarar í føroyska fólkaskúlanum, kunnu gerast einfaldari. Tað er nú greitt, at norski Høgriflokkurin og Framburðsflokkurin fara at skipa minnilutastjórn við stuðuli frá hinum báðum borgarligu miðflokkunum, Kristiliga Fólkaflokkinum og Vinstra. Fyrst skal hon samráðast við Framburðsflokkin í stjórnini, síðani skal hon tosa við teir báðar stuðulsflokkarnar, og at enda skal hon umrøða mál í stórtinginum. Hon sigur seg kortini vænta, at báðir stuðulsflokkarnir, Kristiligi Fólkaflokkurin og Vinstri, fara at koma uppí stjórnina, og at hurðin framvegis stendur á gloppi. Tað er nú greitt, at norski Høgri flokkurin og Framburðsflokkurin fara at skipa minnilutastjórn við stuðuli frá hinum báðum borgarligu miðflokkunum, Kristiliga Fólkaflokkinum og Vinstra. Forkvinnan í Høgra, Erna Solberg verður nýggjur forsætisráðharri í Noreg. Tað var hon sum saman við hinum fýra floksformonnunum boðaði frá semjuni í gjárkvøldið. Yvir 1.500 fólk hava skrivað seg á bíðilistan hjá Bústaðir, sum skal byggja 100 leiguíbúðir um árið næstu fimm til sjey árini. Evstamarkið var á midnátt í gjárkvøldið. Stjórin í Bústøðum, Andras Róin, er nøgdur. Løgtingsmenninir Páll á Reynatúgvu og Hendrik Old, vilja hava løgtingið at heita á landsstýrið, um at fara undir at fyrireika at gera tunnil til Dals, Fámjin, Gjáar og Tjørnuvíkar. Teir vísa á, at fyri at menna samferðslukervið, var í mong ár eitt vælvirkandi borilið hjá Landsverki, sum hevði til uppgávu at gera tunlar til mest fjarskotnu bygdirnar í Føroyum. Boriliðið varð eitt beinleiðis úrslit av grundhugburðinum aftanfyri gamla Landsverkfrøðingsstovnin, har aðalmálið var at binda bygdir saman, og at gera nøktandi farleiðir til øll búpláss í landinum. Teir vísa á, at neyðugt er at fáa ein borivogn til vega, og teir halda tað vera hóskandi at seta 15 miljónir krónur av um árið at bora fyri. Hendrik Old og Páll á Reynatúgvu mæla til at arbeiðið verður raðfest í eini tíðarfestari ætlan, so tey sum framvegis búgva í teimum fýra bygdunum, fáa eina grundaða vón um betri farleið í framtíðini. Er rentuskatturin hægri enn rentustuðulin, so eggjar skattaskipanin fólki at gjalda skuld skjótari aftur enn neyðugt er og spara minni upp. Tað ger gjaldførið hjá húsarhaldunum verri, minni verður brúkt til nýtslu og færri íløgur verða gjørdar. Virksemið minkar eisini og eftirspurningurin eftir vørum og tænastum minkar. Jógvan Ósá hevur eina røð av spurningum, sum hann setir Poul Michelsen. Tað snýr seg um lokalpatriotismu, fótbólt, at blíva eldri og mangt annað Í innslagnum verður sagt, at málskjúttin hjá TB eitur Martin Tausen. Tað er ikki rætt, hann eitur Ragnar Tausen. Haldi okkum tilgóðar. Brúðardansurin sum vit kenna hann, er um at fara í søguna. Tað staðfestir Kathrina Hansen, sum í fleiri ár hevur skipað brúðarvísuna. Men nú ber hon seg ofta undan, tí tað er bara í onkum hendinga brúdleypi, at brúðardansurin líkist nøkrum, heldur hon. Skulu vit avskriva brúðardansin, so hann doyr út ella skipa hann øðrvísi Kathrina Hansen og Rasmus Joensen, sum bæði skipa brúðarvísuna, vóru í útvarpsstovuni í morgun. Politikarar royna at billa okkum inn, at teir kunnu ávirka okkum, men tað kunnu teir ikki. Teir eru kassameistarar og skulu fáa tingini at ganga upp. Men teir fáa okkum ikki at brúka fleiri pengar, fáa okkum at fáa fleiri børn ella at arbeiða meira um kvøldið. Tað er at lumpa fólk, tí í veruleikanum kanst tú ikki tað, sigur Hermann Oskarsson, búskaparfrøðingur, ísambandi við at fíggjarlógin fyri 2014 varð løgd fram. Tað kunnu sikkurt vera nógvar snedugar orsøkir til hallið, men eg haldi, at vit kunnu taka tað nóg so róliga. Okkara partur av heiminum stendur mest sum í stað, og tí er talan ikki um alarmerandi støðu, sigur Herman, og vísir á, at føroyska samfelagið hevur nógv størri trupulleikar at dragast við enn hall á fíggjarlógini. Hans Olaf Andersen í Lopra hevur havt elsta veðr í Føroyum, sigst. Hann gjørdist 10 ára gamal og varð kallaður konfirmanturin. Tórður Mikkelsn hitti Hans Olaf nú hann var í Lopra. Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur undirskrivað sáttmála við forlagið Owlkids í Toronto og givið teimum rættindi at týða barnabókina til enskt og selja hana í USA og Kanada. Spurningur Vit hava trý børn, og yngsta barnið, er ein drongur, sum er 5 ára gamal, og gongur í barnagarði. VIt hava verið og ferðast í tvær vikur. Hann gleddi seg at koma aftur í barnagarð, og vit tosaðu um, hvussu glað øll fóru at vera, tá ið hann kom heimaftur og í barnagarð, at tey høvdu saknað hann har. Men nei Tá ið vit komu í barnagarðin fyrsta dagin eftir, at vit vóru komin heim, søgdu tey ikki ein gongd hey og vælafturkomin. Hann sá keddur út, og eg varð sjálvandi eisini frustrerað. Havi eisini hugsað alt ov ofta, at tey børnini sum krevja nógv fáa alla uppmerksomheitina frá námsfrøðingunum, men tey sum ikki krevja so nógv, fáa ikki so nógva uppmerksomheit. Mín meining er, at øll børn, áttu at fingið so og so nógvar minuttir um dagin ella ið hvussu so er, at tey vaksnu tosa við tey og loysa ymiskar uppgávur saman við teimum. Hava stovnar mannagongdir, hvussu ymisku børnini verða møtt quot Úr Gjáar søgu og Føroya bygdasøgu í nýggjari tíð. quot Er nýggj bók í røðini hjá Petur Jacob Sigvartsen um Gjáar Søgu. Hendan bókin, sum eisini hevur heitið quot og Føroya bygdasøgu í nýggjari tíð quot , skal, saman við einum seinni bindi, sum kemur í 2014, lýsa tídningarmiklar tættir í Føroya bygdasøgu í nýggjari tíð, har serliga verður roynt at greina, hví fleiri bygdir og oyggjar í landinum nú eru á fallandi fóti. Trøllapætur og omman hava framført fyri nærum øllum smábørnum í Føroyum, og hava eisini havt framførslur í Danmark, Íslandi og Grønlandi. Upprunaliga var ætlanin at tillaga ferðaseðlaprísin og túratalið um Suðuroyarfjørð fyri at leggja upp fyri sparingum. Hesar sparingar vera av ongum. Fólk til gongu hava lyndi at halda, at síggja tey bilin, sær bilførarin eisini tey. Veruleikin er tó, at í skýming og myrkri er nærum ógjørligt hjá bilførarum at síggja teg, ert tú ikki í endurskini. Tí er tað bílig lívstrygging altíð í minsta lagi at nýta eitt endurskin, tá tú ert til gongu í myrkri ella skýming. Tvey ella tíggju sekund Við at vera í endurskini minkar tú um vandan at verða ákoyrd ur við umleið 85 . Uttan endurskin ert tú nústani sjónlig ur á 25 30 metra fjarstøðu, meðan tú við endurskini sæst í myrkri á 140 metra fjarstøðu, tá bilførarin brúkar nærljós. Við endurskini hevur bilførarin 10 sekund ndash sum í hesum høpi kann vera munurin millum lív og deyða, sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd. Landið hevur fyrstu níggju mánaðirnar í ár fingið 13 milliónir krónur fleiri inn enn sama tíðarskeið í fjør. Tað vísir ein skattauppgerð hjá TAKS. Landið hevur higartil í ár fingið 920 milliónir krónur inn í skatti, og sammett við í fjør er landsskatturin 1,4 hægri enn um somu tíð í fjør. Føroysku kommunurnar hava higartil fingið eitt vet minni í skatti fyrstu nýggju mánaðirnar í 2013 samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Kommunurnar hava higartil í ár samanlagt fingið eina milliard og 56 milliónir krónur inn í skatti, og hetta eru 6 milliónir krónur ella 0,6 minni enn sama tíðarskeið í fjør. Millum størru kommunurnar hava Klaksvíkar kommuna, Fuglafjarðar kommuna, Tvøroyrar kommuna, Vága kommuna framgongd, meðan eitt nú kommunurnar við Skálafjørðin og Tórshavnar kommuna hava fingið minni inn í skatti fyrstu níggju mánaðirnar í ár sammett við í sama tíðarskeið í fjør. Eftirlønir, ið verða fluttar uttanlands, vórðu ikki skattaðar fyrra hálvár í fjør, og tí er neyðugt at taka fyrivarni við samanberingargrundarlagnum, tá ið tað snýr seg um eftirlønirnar, skrivar TAKS. 9. november lata Det Nordatlantiske Hus og Det Grønlandske Hus í Odensen dyrnar upp á fyrsta sinni. Vit hitta Benny Nybo, ið er ávíkavist næstformaður og formaður í Norðuratlantiska og Grønlendska húsinum í Odense. Leygarkvøldið var hugnalig kvøldseta á skránnið í Spaniastovu í Klaksvík. Yvirskriftin var Kópakonan í Mikladali, og vit frætta um hugskotið við standmyndini, eins og virksemið hjá Klaksvíkar Sjónleikarfelag. Eitt Fountain hús er eitt stað, sum hjálpir fólkum, sum hava verið innløgd fyri eina sálarliga sjúku, út aftur á arbeiðsmarknaðin. Hetta er eitt arbeiðsrættað tilboð, ið skal fyribyrgja nýggjar innleggingar. 2 milliónir verða settar av á fíggjarlógini komandi ár, og ætlanin er, at játtanin verður afturvendandi, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum. Karsten Hansen ætlar ikki at lýsa starvið leyst av nýggjum, tí leiðslubygnaðurin á Landssjúkrahúsinum skal endurskoðast, sigur hann. Stígur í samráðingunum millum Pedagogfelagið og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hinumegin, og partarnir eru farnir hvør til sítt. Sáttmálarnir gingu út á midnátt, men slit er ikki, hóast eingin nýggjur fundur er avtalaður. Pedagogfelagið fer at tosa við álitisfólkini í morgin, sigur Maud Wang Hansen, forkvinna í felagnum. Akstovan hevur í dag latið politistøðunum kring landið 541 mál um eftirstøður, og biðið løgregluna taka nummarspjøldrini av akførum, sum enn ikki hava goldið vegskatt fyri seinna hálvár 2013. Dagur og vika verður ikki endursend í kvøld ella løgd út á heimasíðuna orsakað av tekniskum trupulleikum. Tað merkir eisini, at deyvatíðindini heldur ikki verða send í morgin. Gigni skal veita ráðgevingina. Ráðgevingin er eitt tilboð, ikki eitt krav, sigur landsstýrismaðurin í heilsumálum, Karsten Hansen. Fyrsta útboðið á nýggja keypsportalinum kom frá Landssjúkrahúsinum, sum biðjur um tilboð uppá at koyra sjúklingar og fylgjarar ímillum sjúkrahúsið og flogvøllin, tá talan er um viðgerð uttanlands. Umsøkjarin fekk ikki starvið, og Karsten Hansen hevur nú gjørt av at starvið skal ikki lýsast leyst aftur og at leiðslubygnaðurin skal broytast. Her er spurningurin, sum varð settur í GMF í morgun Eg havi hesa seinastu árini bitið merki í, at vit duga øgiliga illa tey føroysku orðini fyri okkara likamslutir. Tá eg eri millum fólk, fellur prátið ofta á onkran, sum er sjúkur ella er illa fyri av onkrari orsøk. Tá prátið so kemur inná hvat bagir viðkomandi, so verða donsk heiti brúkt, so sum Hann hevur fingið okkurt í spísirørið, hon hevur ilt í anklinum ella handliðinum, hann hevur fingið strubehosta osfr. Vit hava nøkur gomul og góð føroysk orð fyri allar likamslutir, men hví brúka vit tey ikki Hvat sigur málsligi ráðgevin Eru nøkur góð ráð Ein lurtari Í dag boðar festivalurin frá, at danska songkvinnan Fallulah, føroyska sangdrotningin Eivør, teir fríu og freku Páll Finnur Páll, elektropop duoin Byrta, fólkakæru Hjálmar úr Íslandi og grønlendsku rokkarnir Nanook vera við í fyrsta festivalinum av sínum slag. Íalt fara omanfyri tjúgu spennandi og aktuellir tónleikabólkar at framføra á Frigg komandi vár, sum eisini er ætlaður at verða ein serstakur føroyskur mentanarpallur og vørugluggi út í heim. Góðan Morgun Føroyar tosaði við Barbaru Holm, sum er við í fyriskiparatoyminum. Játtanin til grunnin, sum skal stuðla mentunarlívinum stendur til at hækka úr góðum 5,2 milliónum til góðar 6,2 milliónir næsta ár. Tað var í fjør, at 52 listafólk skrivaðu undir at boykotta alt mentanarligt virksemi, sum landsstýrið stendur fyri, fyri at mótmæla, at landsstýrið skar játtanina til Mentunargrunnin við 1,1 millión í fjør. Men listarfólkini kunnu fegnast. Tí í 2015 hækkar játtanin við einari hálvari millión afturat upp í góðar 6,7 milliónir krónur tað vil siga 400.000 krónur meira enn játtanin var áðrenn boykottið. Játtanin til Mentanargrunnin hækkar eina millión næsta ár. Tað stendur í fíggjarlógaruppskotinum, sum er lagt fyri løgtingið. Játtanin til grunnin, sum skal stuðla mentanarlívinum stendur til at hækka úr góðum 5,2 milliónum til góðar 6,2 milliónir næsta ár. Tað var í fjør, at 52 listafólk skrivaðu undir at boykotta alt mentanarligt virksemi, sum landsstýri stendur fyri, fyri at mótmæla, at landsstýrið skar játtanina til Mentanargrunnin við 1,1 millión í fjør. Men listarfólkini kunnu fegnast. Tí í 2015 hækkar játtanin við einari hálvari millión afturat upp í góðar 6,7 milliónir krónur tað vil siga 400.000 krónur meira enn upprunaliga játtanin áðrenn boykottið. Sunnleif Rasmussen, tónaskald, legði fyri einum ári síðani upp til listaboykottið. Játtanin til grunnin, sum skal stuðla mentanarlívinum stendur til at hækka úr góðum 5,2 milliónum til góðar 6,2 milliónir næsta ár. Tað var í fjør, at 52 listafólk skrivaðu undir at boykotta alt mentanarligt virksemi, sum landsstýri stendur fyri, fyri at mótmæla, at landsstýrið skar játtanina til Mentanargrunnin við 1,1 millión í fjør. Men listarfólkini kunnu fegnast. Tí í 2015 hækkar játtanin við einari hálvari millión afturat upp í góðar 6,7 milliónir krónur tað vil siga 400.000 krónur meira enn upprunaliga játtanin áðrenn boykottið. Fríggjadagin skal Føroya rættur aftur taka støðu til varðhaldsfongslingina hjá unga manninum, sum er skuldsettur fyri drápsroynd í Norðdepli sunnumorgunin 14.juli. Ákærin, Linde Hesselberg, fer at biðja rættin leingja varðhaldsfongslingina fýra vikur, tí politiið er ikki liðugt at kanna málið enn. Og mentalkanningin er ikki komin. Í staðin fyri at royna at fáa føroyskar handverkarar at arbeiða í Føroyum í staðin fyri í Norra, ætlar landsstýrið at fáa útlendskar handverkarar og aðra arbeiðsmegi til Føroya at arbeiða. Men í staðin fyri at royna at fáa hesi fólk aftur til Føroya at arbeiða, fer landsstýrið at leggja seg eftir at fáa útlendingar til Føroya at arbeiða og gjalda skatt her. Tá arbeiðsloysið á heysti í 2009 fór upp um hálvt fjórða prosent, fór lógin, sum gav ES borgarum serlig rættindi til at arbeiða í Føroyum, úr gildi. Tí í viðmerkingunum til lógaruppskotið stendur, at reglurnar um ES ríkisborgarar bara virkar, tá serligur tørvur er á arbeiðsmegi í Føroyum. Morgunsendingin hevur regluligar gongutúrar mikudagar. Gingið hevur verið um alt landið og á størru plássunum fleiri ferðir. Jørleif Kúrberg hevur verið ferðaleiðari áður, og aftur hesaferð er hann sera væl upplagdur og søgufróður. Og harafturat skulu fyritøkur í fiskivinnuni og alivinnuni, sum hava eina millión ella meira í skattskyldugari inntøku, fáa eina rættiliga skattahækking næsta ár. Frá 2011 hevur ein skattur upp á 2,5 prosent verið lagdur á tað, sum verður kallað eyka stórur vinningur í fiskivinnuni og alivinnuni. Men hetta er eingin varandi loysn, legði landsstýrismaðurin í fíggjarmálum dent á, tá hann kunngjørdi fíggjarlógaruppskotið mánadagin. Á Landssjúkrahúsinum vóru lønarútreiðslurnar til tær sekstan ljósmøðurnar í fjør 6,7 milliónir krónir. Tær tóku ímóti 590 børnum. Tað svarar til 11.400 krónir fyri hvørt barn. Í fjør kostaði tað sostatt næstan fimm ferðir so nógv, at taka ímóti einum nýføðingi á Suðuroyar Sjúkrahúsið sum á Landssjúkrahúsinum. Í fyrrárið kostaðu nýføðingarnir í Suðuroy umleið tríggjar ferðir so nógv, tí tá vóru færri børn fødd á Landssjúkrahúsinum, men fleiri á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Við øðrum orðum hava jarðarmøðurnar í Suðuroy ofta havt viðtalurnar meðan jarðarmøðurnar í høvuðsstaðnum hava tikið ímóti børnunum. Klaksvík ikki við Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi eru ongin børn fødd síðan 2011, tá føðideildin í Klaksvík bleiv niðurløgd og allar føðingar fluttar til Havnar. Vinarligast kanna eftir, at slóðin til síðuna er røtt. Um hetta ikki riggar, kanst tú royna at finna síðuna við Leita ovast í høgra horni. Fróðskaparsetur Føroya verður nú eftirmett av uttanhýsis serfrøðinganevnd, sum Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, hevur sett. Frágreiðing verður eftir ætlan liðug á heysti 2014. Serfrøðinganevndin hitti landsstýrismannin mánadagin, og í gjár var nevndin á vitjan á øllum deildum á Fróðskaparsetrinum. Tey, ið manna serfrøðinganevndina eru Linda Nielsen, professari, dr.jur. Københavns Universitet, Jón Torfi Jónasson, professari, PhD. Háskóli Íslands og J rg Glauser, professari, University of Z rich. Tey fáa fríar teymar at meta um øki, ið tey sjálv halda hava týdning fyri ein útbúgvingar og granskingarstovn, sum skal virka á altjóða støði. Í lógini um Fróðskaparsetur Føroya er ásett, at landsstýrismaðurin skal skipa fyri eftirmeting av Fróðskaparsetri Føroya, og at uttanhýsis serfrøði skal gera eftirmetingina. Eisini verður mótmælt háttinum, sum hetta tiltakið er framt. Eingin kunning er komin frá Heilsumálaráðnum til Læknafelagið og læknarnar á Landssjúkrahúsinum um ætlanirnar at niðurleggja læknastjórastarvið, skriva yngru læknarnir í eini yvirlýsing. Eitt sjúkrahús kann ikki vera uttan læknar. Og eitt sjúkrahús kann ikki rekast skynsamt uttan at læknarnir eru umboðaðir í sjúkrahússtjórnini. At hálvavegna blaka læknafakið úr stjórnini á Landssjúkrahúsinum kemur at elva til, at sjúkrahússtjórnin fer ikki at hava nøktandi innlit í sjúkuviðurskifti og fer harvið heldur ikki at hava nøktandi innlit í hvørjar atgerðir skulu gerast fyri at tryggja eitt gott viðgerðarstøði fyri sjúklingarnar. Læknastjórin skal tryggja, at viðurskiftini hjá læknunum á Landssjúkrahúsinum eru góð og stabil, til frama fyri eini áhaldandi tilgongd av læknum at røkja viðgerðina av sjúklingunum í Føroyum. Nýskipanirnar og sparingarnar, sum samgongan hevur sett út í kortið, eru ikki nóg mikið, heldur búskaparfrøðingurin, Heri á Rógvi, sum saman við Hermanni Oskarsson greinaðu fíggjarlógina í Radaranum hesaferð. Umleið fjórði hvør lærari er mannfólk, og harvið er staðfest, at menninir fækkast í lærarahópinum. Hví tíma menn ikki at vera lærarar Tað sá gott út at fáa Oyggjaleikirnar til Føroya, men nú er óvist, um golfvøllurin verður klárur, og tí ikki vist, at Føroyar sleppa at hýsa leikunum. Hví fáa vit ikki gjørt hendan vøllin Embætisfólk kunnu koma í tvístøðu um hvørjum tey skulu tæna Politikarnum ella fólkinum. Hvat skal aðalmálið hjá embætisverkinum vera Fólkavøkstur er ein av stóru avbjóðingunum hjá føroyska samfelagnum. Okkurt má gerast. Útbúgving er eitt av økjunum, har serliga nógv má setast inn. Men hvussu sæst hetta aftur í fíggjarlógini Tá ber til hjá 60 ungum, sum eru fylt 13, men ikki 19 ár fyri 1. novembur, at taka lut í verksmiðjum, har tey fáa møguleika at arbeiða við list og skapa síni egnu listaverk. Tilmeldingin er talgild. Tekningarfreistin er 15. oktober og til ber at finna tekningarskjali her. Ungar gentur í Føroyum eiga fyrr børn enn genturnar í flestu grannalondunum, og tær fáa eisini fleiri børn. Nógvar ungar mammur og pápar vilja sleppa at útbúgva seg, men hava torført við at klára seg fíggjarliga.Lagt til rættis Karolina Thostrup Mads Nørgaard Nielsen í Klaksvík eigur eitt ótal av gomlum 78 plátum. Hann hevur serligan áhuga fyri tónleikinum frá hesi tíðini, og hann veit nógvar søgur í sambandi við tónleikin. Hans Eli Sivertsen á Argjum hevur eitt stórt savn við firvaldum, og harafturat hevur hann eisini eitt stórt fuglasavn. Nú arbeiðir hann á Føroya Sjósavni, og har kemur hansara áhugi fyri náttúruni eisini til góðar. Lagt til rættis Tórður Mikkelsen og Bjarni Árting Rubeksen. Tróndur Patursson, listamálari arbeiðir hvønn dag við síni list heima í smiðjuni í Kirkjubø, í atelierinum á Skipasmiðjuni í Havn ella uttanlands. Hann málar, brennir glas, hongur framsýningar upp og arbeiðir alla tíðina við fleiri verkum. Stundum er hann heima, stundum ferðast hann. Sendingin er ein vangamynd av Tróndi Paturssyni. Rætturin til egið flagg hjá Føroyum er ikki komin av sær sjálvum. Tað vóru føroyskir studentar í Keypmannahavn, við Jens Olivur Lisberg á odda, ið tóku stig til flaggið. Føroyingar fingu beinanvegin tokka til studentaflaggið, og brátt varð veittrað við tí á fólkafundum í Føroyum. Men tað er ikki fyrr enn skipini fara at sigla við tí, at stríð tekur seg upp við donsku myndugleikarnar. Tað kemur til skarpskeringar Føroyar og Danmarkar ímillum eftir flaggøluna á Tingvøllum í Íslandi í 1930 og íkki minni á ólavsøku sama ár. Tá ið Seinni Heimsbardagi brestur á, og bretar herseta Føroyar, er flaggspurningurin vorðin brennandi heitur. Lagt til rættis Suni Merkistein og Hans Petur Hansen. Salurin í Norðurlandahúsinum var fullsettur, tá ið Kasparov telvaði simultan móti føroyska landsliðnum. Dagin fyri hevði hann vunnið 24 1 á einum føroyskum úrvalsliði á Norðoyastevnu. Unglingaføroyameistarin, Hans Kristian Simonsen, koppaði óvæntað heimsins besta í stóru simultankappingini í Klaksvík. Hóast Kasparov hevði vunnið spælandi á sterkum landsliðum í líknandi simultandystum sum í Norðurlandahúsinum, var føroyska landsliðið kortini ment at geva honum harða mótstøðu og fáa heiðurligt úrslit móti talvkonginum. Í sendingini síggja vit upptøkur frá dystinum í Norðurlandahúsinum, sum ongantíð hava verið vístar. Vit hitta í sendingini millum annað telvarar, fyriskiparan og mentamálaráðharran. Mentamálaráðharrin sníkti seg móti læknans boðum av deild 8 á Landssjúkrahúsinum, har hann var innlagdur við blóðtøppi, so hann fekk høvið at hitta og telva móti Garry Kasparov. Lagt til rættis Suni Merkistein og Hans Petur Hansen. Barnaheimsbørnini fingu mat og klæðir og tak yvir høvdið, og fleiri knýttu tætt bond til starvsfólk. Men trupla lívsbyrjanin og uppvøksturin við nógvum børnum og skiftandi starvsfólkum settu síni spor. Barnaheimsbørnini fingu mat og klæðir og tak yvir høvdið, og fleiri knýttu tætt bond til starvsfólk. Men trupla lívsbyrjanin og uppvøksturin við nógvum børnum og skiftandi starvsfólkum settu síni spor. Heilivágurin hjálpir væl hjá summum, men kann eisini vera ein trupulleiki, um ongin onnur viðgerð fylgir við. Lagt til rættis Karolina Thostrup Men tað ber væl til at hava eitt gott lív, um tú kemur heilt langt upp í árini. Tað eru tey trý fólkini, vit hitta í hesari sendingini, dømi um. Tey eru í aldrinum millum 92 og 104 ár. Lagt til rættis Tórður Mikkelsen Í 1976 varð ein nýggjur kapittul í føroyskum fótbólti skrivaður. Aldursforsetin, sum ikki hevði verið á tindinum í eina fjórðingsøld, vann føroyameistaraheitið við nýggjari manning, sum spældi ógvuliga ágangandi og undirhaldandi fótbólt. Í fleiri ár var TB liðið, sum vann mest og gekk undan sum virðiligt umboð fyri tað vakra spælið. Spælarar sum Henrik Thomsen, tvíburðarnir Ásmundur og Tróndur Nolsøe og málmaðurin Gordon Hofgaard varskógvaðu nýggj brigdi í føroyskum fótbólti. Á Tvøroyri kyknaði upp sonn fótbóltsveking, sum savnaði fjøldina sum ongantíð fyrr. Í sendingini verður ljós varpað á søguna um eitt av bestu fótbóltsliðum í Føroyum nakrantíð. Lagið smíðaði Petur Alberg í Havn árið eftir. Føroyingar fingu alt fyri eitt tokka til sangin, og tá ið Føroya Fólks Sangbók á fyrsta sinni kom út í 1913, stóð sangurin fremst í bókini. Tú alfagra land mítt hevur kortini ongantíð fingið formligt gildi sum almennur tjóðsangur. Í nógv ár høvdu Tú alfagra land mítt og Eg oyggjar veit støðu sum føroyskir tjóðsangir á jøvnum føti, men sum frá leið vann Tú alfagra land mítt á hinum. Í sendingini Streingir, ið tóna , verður sagt frá um tjóðsangin og menninar, ið gjørdu hann fyri meira enn hundrað árum síðani. Turið Sigurðardóttir, Sunleif Rasmussen, Hanus Kamban, Ólavur Hátún og onnur siga frá og meta um. Suni Merkistein og Hans Petur Hansen leggja til rættis. Sendingin hittir tveir føroyskar muslimar í Keypmannahavn fyri at hoyra, hvussu tey uppliva heimin anno 2012. Lagt til rættis Heini í Skorini. Í mun til til fólkatalið, hevur ongin onnur tjóð í heiminum mist so nógv fólk á sjónum, sum Føroyar. Í sendingini verður greitt frá trimum vanlukkutilburðum í føroyskari sjósøgu, ið hóast teir eru ymiskir, allir hava tann sama lemjandi missin við sær. Lagt til rættis Jóannes Lamhauge. Sendingin Betongbygdin er eitt samanklipp av upptøkum, ið vórðu gjørdar 19. til 23. mai í 2012, sum lýsir, hvussu føroyingar búleikast í Dalslandsgade 8 á Amager í Keypmannahavn. Gunnar Hjelm er ein viljasterkur persónur. Hann hevur sett sær fyri at koma við í finaluna í DM í bodybuilding, hóast tað nú eru liðin 15 ár síðani seinast. Men nógvar eru forðingarnar á vegnum. Lagt til rættis Bjarni Rubeksen. Hvørt ár eru millum 700 og 800 føroyingar í viðgerð á psykiatriska deplinum á landssjúkrahúsinum. Summi verða innløgd á opnari deild, onnur á stongdari deild, og uppaftur onnur koma í viðgerð uttan nakrantíð at flyta inn í gráu bygningarnar. Hví endaði ungi maðurin her úti Hví ganga sálarfrøðingar til sálarfrøðing Hví koma summi ikki út aftur í samfelagið Og hvat sigur man við eitt menniskja, sum umhugsar sjálvmorð Lagt til rættis Heini í Skorini. Rásin er ein landsstovnur undir Mentamálaráðnum, og endamálið er at geva næmingunum møguleika til at menna sosialar, persónligar og kensluligar eginleikar. Hetta er eitt skúlatilboð og gjøgnum eina skipaða undirvísing skulu næmingarnir læra um lívið og um teir møguleikar, sum eru at velja ímillum. Í sendingini eru vit saman við teimum ungu, sum búgva har og fylgja teimum í gerandisdegi teirra. Fotograferað og klipt Bjarni Árting Rubeksen Lagt til rættis Bjarni Árting Rubeksen og Bergljót D. Hentze Rásin er ein landsstovnur undir Mentamálaráðnum, og endamálið er at geva næmingunum møguleika til at menna sosialar, persónligar og kensluligar eginleikar. Hetta er eitt skúlatilboð og gjøgnum eina skipaða undirvísing skulu næmingarnir læra um lívið og um teir møguleikar, sum eru at velja ímillum. Í sendingini eru vit saman við teimum ungu, sum búgva har og fylgja teimum í gerandisdegi teirra. Føroyska sniðgávu duoin Guðrun amp Guðrun hava seinnu árini tikið seg nógv fram innan mótaheimin. Tær arbeiða í løtuni við eini spennandi pallbúnaverkætlan í New York saman við navnframa koreografinum og listamanninum Stephen Petronio. Vit fylgja teimum í arbeiðsdegi teirra, og fáa eina smakkroynd av hvussu tað er at snúgvast millum størri fiskar á einum altjóða mótapalli. Samstundis verður hugleitt um Føroyska bindimentan, hvar tann Føroyski samleikin, og hvar føroyingurin sjálvur passar inn í alt hetta. Lagt til rættis Jóannes Lamhauge Mikið orðastríð hevur leingi verið um almennan stuðul til mentan og list í Føroyum. Hóast fólk flest í dag góðkenna ein ávísan form fyri fíggjarligan stuðul, so er tað enn ósemja um, hvussu og hvussu nógv stuðlast skal. Ein av tvístøðunum er, um stuðulin er betur skipaður, um ein ger mun á yrkislist og áhugalist. Skal yrkislistin raðfestast hægri enn áhugalistin Og manglar ein servitan innan list sum heild í føroysku stuðulsskipanini Lagt til rættis Pætur M. Dahl Vit velja ikki, nær og hvussu vit verða fødd, men skulu vit hava møguleikan at velja, nær og hvussu vit fara at doyggja Hvar gongur markið fyri sjálvsavgerðarrættinum hjá tí einstaka í mun til samfelagið Dokumentarurin við kjaki aftaná varpar ljós á aktiva deyðshjálp í Føroyum. Lagt til rættis Pætur M. Dahl. Í sendingini fylgja vit einum heilsuhjálpara til arbeiðis, har nomið verður við støðuna innan heimarøktina, sum er ein tann mest týðandi parturin til at tryggja, at vit kunnu verða heima sum longst. Ingun í Skrivarastovu hevur lagt sendingina til rættis. Ført verður eisini fram, at flogprísirnir forða fyri, at føroyingar uttanlands kunnu virka í Føroyum, og øvugt, at føroyingar í Føroyum kunnu virka uttanlands. Men er okkara flogsamband ov dýrt Kann tað gerast bíligari Og skal okkara flogbreyt til umheimin rekast á privatum ella almennum grundarlagi Heini í Skorini hevur lagt sendingina og kjakið, ið kemur eftir sendingina, til rættis. Her er søgan um nakrar føroyingar, sum hava upplivað eitt sjálvmorð heilt inn at lívinum. Sendingin hittir eina móðir, ein maka, tvey systkin og ein, sum yvirlivdi eina sjálvmorðsroynd. Lagt til rættis Heini í Skorini. Í sendingini verður tikið verður samanum tað, ið higartil er framleitt av føroyskum filmstilfari, hvat verður framleitt í løtuni, og hvussu framtíðarútlitini eru hjá Føroyum sum filmsídnaðarland. Sendingina hevur Jóannes Lamhauge lagt til rættis. Eftirspurningurin uttanlands er vaksandi, og heimsgitin nøvn, sum Paul Hillier, Stephen Layton og Michala Petri, skulu nú framføra tónleik eftir Sunleif.Á Sandi valdar friður, og tíðin stendur nærum still. Men sum frá líður troka tilverunar stóru spurningar seg fram. Men tó eru tað tey, sum á jólum vejla at hugsa um onnur enn seg og síni. Vit fylgja virkseminum hjá átakinum Í Menniskjum Góður Tokki , og Hjálpin hjá Leif Erik Niclasen. Umframt hetta, vitja vit fýra jólasangarar í Havn og ein sjómanskvinnuring í Eysturoynni. Lagt til rættis hevur Jóannes Lamhauge. Hetta er søgan um tríggjar føroyingar, sum stórsta partin av lívinum hava livað við yvirvekt, og sum nú hava ætlanir um at taka av møguleikanum, at gerast kløn við skurðviðgerð. Hetta er søgan um tríggjar føroyingar ið stórsta partin av lívinum hava livað við yvirvekt, og sum nú hava ætlanir um, at taka av møguleikanum, at gerast kløn við skurðviðgerð. Hetta er søgan um tríggjar føroyingar ið stórsta partin av lívinum hava livað við yvirvekt, og sum nú hava ætlanir um, at taka av møguleikanum, at gerast kløn við skurðviðgerð. Í sendingini, Harusetrið, fara vit á uppboðssølu og at skjóta haru við Miðalsbrekkufelagnum seinasta vetur. Felagið keypti Brekkurnar, og vit eru við fyrsta og seinasta dag í harutíðini. Gjørt sendingina hava Bjarnheðin í Hoyvík og Sigrún H. Brend. 66 liðið er ímyndin av gylta tíðarskeiðinum hjá felagnum. Teir eru dømi um styrkina í samanhaldi. Teir savnaðu fjøldina og fingu klaksvíkingar og norðoyingar at standa saman um sítt. Árini frá 1966 til 1970 vann KÍ føroyameistaraheitið í fótbólti fimm ferðir á rað. Tað er met í meistaradeildini. Teir snáva í 1971, men heldur enn at falla í fátt og ásanna, at teir eru ikki bestir longur, settu teir sær fyri at endurvinna meistaraheitið í 1972. Í sendingini fara spælararnir á 66 liðnum og aðrir við teimum at fortelja søguna um gyltu árini, tá ið KÍ var liðið, sum øll hini til fánýtis royndu at kappast við. Vit práta um hugtøk sum brain drain , kvinnufráflyting og annað tílíkt, men sjálvandi á ein fólksligan hátt. Er fráflyting ein veruligur trupulleiki, og hvørjar avleiðingar fær hon, og hvat er til ráða at taka til tess at steðga fráflytingini Manningin er spildurnýggj, og øll hava tey eina meining um tað, sum fer fram á politiska leikpallinum. Í kvøld fara røddirnar at líta aftur á seinasta valskeiðið og meta um avrikið hjá politikarunum seinastu fýra árini. Hvat og hvør hevur roynst væl, og hvør stóð ikki royndina Búgvin er ein 188 metrar høgur drangur norðan fyri Gjógv. Gjáarmenn komu fyrstu ferð upp á toppin í 1892 við at brúka ein serligan hátt. Í gomlum døgum hevði stóra fuglameingið á Búgvanum stóran týdning fyri Gjáar bygd. Túrurin aftur í Búgvan gjørdist drúgvur teir brúktu 3 ár at náa toppin. Vit fylgja teimum á hesi spennandi og ikki sørt vandamiklu ferð. Stórfingin náttúra og samspæl millum hana og menniskju. Upptøkur eru bæði úr luftini, av sjónum og av landi . Lagt til rættis Zacharias Hammer. Búgvin er ein 188 metrar høgur drangur norðan fyri Gjógv. Gjáarmenn komu fyrstu ferð upp á toppin í 1892 við at brúka ein serligan hátt. Í gomlum døgum hevði stóra fuglameingið á Búgvanum stóran týdning fyri Gjáar bygd. Túrurin aftur í Búgvan gjørdist drúgvur teir brúktu 3 ár at náa toppin. Vit fylgja teimum á hesi spennandi og ikki sørt vandamiklu ferð. Stórfingin náttúra og samspæl millum hana og menniskju. Upptøkur eru bæði úr luftini, av sjónum og av landi. Lagt til rættis Zacharias Hammer. Í steðgunum millum venjingarnar saman við leikarunum á tjóðpallinum í Havn, lítur Eyðun Johannessen aftur á lívið sum leikstjóri. Vit hoyra um avbjóðingarnar og um trongdina til at vera einsamallur, og vit fáa eina mynd av fjakkandi lívinum sum leikstjóri í Norðurlondum. Játtanarsøgur leikstjórans er ein erlig mynd av einum persóni, sum brennur treytaleyst fyri listini. Vit síggja upptøkur frá seinast í seksti árunum, frá 1997 sum ongantíð hava verið vístar áður og frá 2011. Lagt til rættis Ivan Niclasen. Børnini eru okkara kærasta ogn, og samfelagsins dýrabarasta tilfeingi. Ímyndin av, at øll børn eru ekkaleys og grundleggjandi glað fyri lívið, livir væl okkara millum. So einfaldur er veruleikin ikki. Hóast tað innan psykiatriina, eins og innan onnur heilsuøki, ræður um at fanga trupulleikar og sjúkur so tíðliga sum gjørligt, sleppa tey børn og ung, ið gerast illa fyri sálarliga, at bíða eftir hjálpini á einum tvey ára longum bíðilista. Sjálvt tá, hava tey einki garanti fyri, at almennu myndugleikarnir hava nøkur viðgerðartilboð til teirra. Í skrivandi stund standa 116 børn og ung á bíðilista at sleppa framat til kanningar á barna og ungdómsdeildini á psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum. Tey eru børn hjá donskum og føroyskum fiskimonnum og handverkarum, ið vóru í Grønlandi í fimtiárunum og sekstiárunum. Nú eru tey farin at leita eftir pápum sínum og krevja at fáa somu rættindi sum onnur, ið eru fødd uttan fyri hjúnalag. Vit eru við til alt frá skurðviðgerðum, avlíving av kelidjórum, fíling av tonnum til chipmerking av hundahvølpum. Burturúr eru komnar nógvar spennandi, hugtakandi og eisini syrgiligar søgur. Bjarni Árting Rubeksen hevur lagt til rættis og Elin á Rógvi er vertur. Vit eru við til alt frá skurðviðgerðum, avlíving av kelidjórum, fíling av tonnum til chipmerking av hundahvølpum. Burturúr eru komnar nógvar spennandi, hugtakandi og eisini syrgiligar søgur. Bjarni Árting Rubeksen hevur lagt til rættis og Elin á Rógvi er vertur. Hetta var ein stór avbjóðing, tí torført var at fáa felagið at bera seg. Fleiri royndir vórðu gjørdar at útvega felagnum meira at gera, men áðrenn hetta eydnaðist, var stjórin sagdur úr starvi. Í dag býr Heri Mortensen í Danmark. Lagt til rættis Bergljót D. Hentze Forboðs Føroyar spurningar um moral og etikk hava við jøvnum millumbili sett dagsskránna í føroysku miðlunum. Í hvønn mun skal samfelagið regulera, hvussu vit liva okkara lív og ikki minst, hvør skal gera reglurnar Hvussu raðfesta vit millum útjaðaran og miðstaðarsrøkið hevur leingi verið ein brennandi spurningur hjá okkum. Hvussu nógv skulu vit halda lív í útjaðaranum, og er nakar møguleiki yvirhøvur fyri at bjarga bygdalívinum nú Kjakið um javnstøðu millum kynini er ofta á dagsskránni í Føroyum. Sita ov fáar kvinnur við valdið, raðfesta mennirnir rætt, og hvussu fer føroyska samfelagið at síggja út næstu 10 árini. Málarin Zacharias Heinesen finnur sín íblástur í tónleikinum og náttúruni. Hansara landslagsmálningar eru víðakendir og selja væl, eisini uttanlands. Handan framgongdina liggur ein støðug tráan eftir at røkka tí perfekta, og tí dámar listamanninum ikki at sýna fram. Tá litirnir dansa er ein portrettsending um Zacharias Heinesen. Vit hoyra um hansara lív og um viðurskiftini við pápan, rithøvundan William Heinesen, sum hevði so nógv at týða fyri menningina hjá tí unga Zacharias Heinesen. Lagt til rættis Ivan Niclasen. 5. november í 2010 fekk 15 ára gamli Rólant Reginsson Biskopsstø nýtt hjarta á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn. Transplantasjónin gekk væl, men Rólant kemur at vera tætt knýttur at Ríkissjúkrahúsinum í nógvar mánaðar afturat, tí kroppurin vil ikki rættiliga góðtaka nýggja hjartað. Hetta kann taka langa tíð og skal alt regulerast við heilivági. Aftanfyri fasaduna goymir seg kortini ein ung kensluborin kvinna, sum hugsar nógv um lívsins viðurskifti. Lagt til rættis Bjarni Árting Rubeksen og Elin í Stórustovu. Vit eru við til alt frá skurðviðgerðum, avlíving av kelidjórum, fíling av tonnum til chipmerking av hundahvølpum. Burturúr eru komnar nógvar spennandi, hugtakandi og eisini syrgiligar søgur. Bjarni Árting Rubeksen hevur lagt til rættis og Elin á Rógvi er vertur. Vit eru við til alt frá skurðviðgerðum, avlíving av kelidjórum, fíling av tonnum til chipmerking av hundahvølpum. Burturúr eru komnar nógvar spennandi, hugtakandi og eisini syrgiligar søgur. Bjarni Árting Rubeksen hevur lagt til rættis og Elin á Rógvi er vertur. Páll Arge átti Club 20, sum var staðið, har tey ungu møttust fyrst í 90 unum, og sum konsertfyriskipari fekk hann nógv kend orkestur hendanvegin. Men ein dagin hvarv hann úr býarmyndini og flutti av landinum. Lagt til rættis Bergljót D. Hentze Tey fluttu til lítla danska Ruds Vedby uttanfyri Sorø, har bæði børn teirra hava búð í fleiri ár. Men Álvheygg var ikki bara virkin í kirkjuni, hann gjørdi eisini eitt stórt arbeiði í KFUM og í Bláa Krossi. Við Johannesi Álvheygg hvarv ein býarmynd í Havn. Lagt til rættis Bergljót D. Hentze Hetta er ein filmur um listamannin og stríð hansara fyri sannari og erligari list. Um ein mann við konstrastum. Mildur móti øðrum, harður móti sær sjálvum. Føroyingur og heimsborgari. Djarvur og ivandi. Altíð á veg fram, leitandi eftir nýggjum møguleikum og nýggjum leiðum. Við Ingálvi sum frásøgumanni ferðast vit umkring í myndaheimi listamansins. Ein málningur verður til. Hann teknar í Saksun, meðan árstíðir skifta, og hann fer til París at leita sær íblástur, so at hann kann halda áfram at mála. Hetta er ikki ævisøgan um Ingálv av Reyni. Filmurin er heldur ein persónslýsing, har roynt verður at lýsa nakrar sermerktar síður av listamanninum. Áðrenn kanningarnar byrjaðu, varð hildið, at ein av hvørjum 1.300 í Føroyum mundi hava sjúkuna, men nú vísir tað seg, at ein av hvørjum 400 hevur CTD. Aðrastaðni, til dømis í USA, Australia og Japan, er talið ein av hvørjum 40.000. Kanningarnar seinasta árið vísa, at sjúkan kann raka øll og ikki bert fólk í Sandoynni ella børn og ung. Tilkomnir menn eru funnir, har aldur og æðrakálking kundi verið ørsøkin til teirra hjartatrupulleikar, men nú vísir tað seg at vera CTD. CTD er ikki einasta ílegusjúkan í Føroyum. Læknar hava mælt til at seta í verk fyribyrgjandi kanningar av nýføddum fyri at finna nakrar av teimum mest álvarsligu so tíðliga sum gjørligt, men myndugleikarnir hava í huga útreiðslurnar og aftra seg. Kringvarp Føroya og Dimmalætting vitjaðu í oktober mánaði føroyska hermannin John Fornagarð í ófriðarliga Helmand landslutinum. Í sendingini greiðir John Fornagarð frá sínum arbeiði og frá nøkrum ógvusligum upplivingum, sum hava brent seg fastar í sinnið. Í sendingini hyggja vit at gongdini fram til seinasta aðalfundin, og vit tosa við nakrar av høvuðspersónunum í søguni um Eik. Lagt til rættis Ivan Niclasen Vit hava latið gøgn, serliga nýru, men góvust í 90 unum, tí vit ikki megnaðu at liva upp til nýggju krøvini, sum komu tá. Í sendingini hitta við sjúklingar, sum bíða eftir nýggjum gøgnum og sjúklingar, sum hava verið so hepnir, at hava fingið nýggj gøgn. Lagt til rættis. Bergljót D. Hentze Næmingarnir høvdu sett sær eitt mál Teir skuldu leggja vatn inn í umleið 30 hús í einari fátækari sigoynabygd í landspartinum Clinsjo. Veruleikin bleiv tó eitt sindur øðrvísi og avbjóðingarnar eitt sindur størri. Í sendingini eru vit við, tá ungu mennnirnir úr Føroyum, í kulda og kava, sum frægast royna at umvæla hjá teimum, ið eru ringast fyri. Í 70 árunum mennist rútmiski tónleikurin í Føroyum í stórum. Klaksvíksbólkar seta dagskránna innan poppin. Straight Ahead við tí gávaða Jørgin Dahl á odda framføra egið tilfar, sum líkist nógv tí, sum er at hoyra á altjóða pallinum, men kortini hevur sítt egna skap við góðum, sangbærum løgum og partvíst føroyskum tekstum. Hjarnar er annar undangongubólkur hesi árini. Báðir bólkar geva út bæði single og LP plátur. Tvinnanda stíllegur mennast parallelt í 70 árunum. Í Havn kyknar um somu tíð upp eitt livandi jazzumhvørvi kring Havnar Jazzfelag og Perluna. Plátufelagið Tutl skundar eisini undir eitt blómandi útgávuvirksemi. Øðrumegin hevur tú diskotekini og dansibólkarnar, sum til dømis Fox Vestmanna , Absurdy Fair Fuglafjørður og Black Birds Havn , sum spæla beran covertónleik. Eitt sindur fyri seg standa til dømis áðurnevndu klaksvíksbólkar, sum umframt at spæla til dans, leggja dent á at geva út plátur við egnum mainstream popptilfari. Fyri seg hevur tú meira eksperimenterandi bólkar, eitt nú plátuútgávuvirknu Kræklingar og Brongl Havn , sum hava røtur í spírandi jazzumhvørvinum. Og sum ein undirstreymur reka upp í ljósmála pláturnar frá útisetunum, sum vunnu seg fram longu í 60 árunum. Ein teirra, Kári P., letur í 1978 frá sær sína fyrstu slóðbrótandi soloútgávu. Føroyski samtíðarrútmiski tónleikurin er vorðin meira fjølbroyttur í 70 árunum. Við samanrenningini millum Straight Ahead og Hjarnar síðst í 70 árunum fáa vit helst tann besta føroyska popptónleikin hetta tíðarskeiðið. Seinast í 60 árunum hendir aftur eitt stílskifti. Fólkatónleikurin otar seg fram. Í Føroyum gongur bólkurin Rabbits nýggjar leiðir við fleirraddaðum sangi og akustiskum spæli. Annað rák er, at bólkar og einstaklingar vilja nú í størri mun skapa sítt egna. Debess amp Petersen lata fyrst í 70 árunum frá sær tvær EP plátur við tekstum og løgum, sum teir sjálvir gera. Ávirkanin av Donovan og Bob Dylan er týðilig. Instrumenteringin er einfaldari, og yrkt verður um evni, ið kennast ungdóminum viðkomandi og svalandi. Um somu tíð kemur Harkaliðið. Tey prika við sínum samfelagsrevsandi kabarettvísum, og LP plátan frá 1971 við modernaðum nýtulkingum av uppruna føroyskum kvæða og vísuløgum er ógvuliga slóðbrótandi, og vekir eisini ans í øðrum londum. Harkaliðið er til dømis fleiri ferðir á palli í donskum sjónvarpi fyrst í sjeytiárunum. Tíðarandin tykist vera fyri nýggjum føroyskum upprunatilfari og einum nývaktum medviti fyri tí etniska arvinum. Ein flóðalda av føroyskum beattónleikabólkum løgdu seg í kjalarvørrin á Faroe Boys, sum góvust í 1967. Av pallinum í Sjónleikarhúsinum og úr dansistovum víða um landið ekkóar tann dunandi beattónleikurin úr forsterkarum. Fáir bólkar gera sínar egnu sangir, í staðin framføra teir tað, sum ungfólk spæla á plátuspælarum ella hoyra á Radio Luxemburg. Hóast ongar føroyskar poppplátur koma, búnast kortini góð orkestur og dugnaligir lagsmiðir í hesum birtingarárum. Í triðju sendingini lýsa vit millum annað søguna hjá trimum av best umtóktu beatbólkunum í Føroyum hesi árini, Silly Boys úr Fuglafirði, Thunderbirds úr Vestmanna og Cream Crackers úr Havn. Eitt týðandi skifti fer fram innan tann nýggja rútmiska tónleikin fyrrapartin í 60 árunum. Tað romantiska rákið við plátuútgávum av nýskrivaðum føroyskum sangum fánar so líðandi. Nýggj tónleikasløg taka seg upp. Umvegis skiffletónleikin, sum skótarnir bera til Føroyar, kyknar upp beattónleikurin. Fyrstu veruligu poppbólkarnir koma nú undan kavi. Við el riknum forsterkarum og hátalarum verður tann nýggi, harði tónleikurin varpaður út í hvønn krók. Faroe Boys gerast ógvuliga væl umtóktir, ikki bara í Føroyum, men eisini í Íslandi, har teir verða róptir teir føroysku beatlarnir . Faroe Boys eru á konserferð í Íslandi í 1964 og 1966. Boð eru eisini eftir teimum at spæla í stórari undirhaldssending í svenskum sjónvarpi, men mongum brestur ætlan. Faroe Boys gevast í 1967, men lata sama ár frá sær fyrstu føroysku popp LP plátuna. Onnur sendingin í røðini er í høvuðsheitum søgan um fyrsta, stóra poppbólkin í Føroyum. Suni Merkistein og Hans Petur Hansen leggja til rættis. Nevan í andlitið, eitt slag í búkin ella kanska eitt skump oman í gjøgnum trappurnar. Tað er ofta ein partur av gerandisdegnum hjá kvinnum, sum enda í parlagi við einum harðligum manni. Sjálvt um harðskapur í móti kvinnum er nakað dult, sum ferð fram í tí privata, so eru fleiri ábendingar um, at tað er nógv vanligari, enn vit halda. Í sendingini hitta vit tvær kvinnur, sum hava ringar royndir av harðskapi. Onnur er uppvaksin við einum harðligum pápa, og hin livdi í meira enn 20 ár saman við einum manni, sum bukaði hana. Í sendingini vitja vit eisini í Kvinnuhúsinum og práta við løgreglu og skaðastovu. Hetta temakvøldið síggja vit eina dokumentarsending um arbeiðið hjá Boga Hansen, sum kannar hvussu veðurlagið ávirkar havstreymarnar. Hetta arbeiðið hevur stóran altjóðan áhuga, og í sendingini eru samrøður við vísindafólk úr fleiri londum. Dokumentardeildin. Hetta lýsa vit við fýra fólkum, sum hava Alzheimers. Tey eru rakt sera ymiskt, og stórur munur er á, hvussu tey eru fyri, men felags fyri tey er, at tey búgva á Heiminum fyri minnisveik í Vallalíð. Tey, sum luttaka, eru Bina Dahl Hevur havt Alzheimers í minst 16 ár, Dia Hansen Hevur nýliga fingið staðfest Alzheimers, Marin Kristina Hentze Rasmussen Hevur staðfest Alzheimers, er nýliga flutt inn í Vallalíð. Bertha Kathrine Weihe Nybo Hevur Alzheimer líknandi sjúku. Tíðindini um uppskakandi úrslitið ekkóaðu um allan heimin. Føroyski sigurin í Landskrona verður mettur sum eitt hitt mest óvæntaða úrslitið í altjóða fótbólti, og er framvegis besta einstaka úrslit hjá Føroyum hesi tjúgu árini. Á sjálvum tjúgu ára degnum eftir skotið í Landskrona fara venjari, spælarar og onnur at fortelja søguna um tann ógloymandi dystin. Seinastu árini hevur Uni Leitisstein Hansen staðið fyri søguligu filmsverkætlanini Føroyskar Søgur. Ein hópur av upptøkum filmaðar í Føroyum síðan filmsmiðilin varð uppfunnin eru komnar fram úr goymslunum. Burtur úr arbeiðinum eru higartil komnar tvær filmsfløgur í røðini Føroyskar søgur. Nú leitar Uni Leitisstein Hansen aftur um nakrar av upptøkunum, tí aftan fyri hvørt einasta filmskut er ein søga. Lagt til rættis Uni Leitisstein Hansen. Fá eru tey, ið dugdu at síggja virðið í filmsarbeiðinum hjá hesum ungu monnum. Teir verða roknaðir sum tveir orginalar, ið heldur taka eitt filmstól enn ein sóknarongul við í grind. Í næstu sending um søgur handan filmskut úr Føroyskum s øgum, sigur Uni Leitisstein Hansen søguna um 82 ára gamla Dánjal Jákup Mortensen og 78 ára gamla Jákup Andreas Arge, ið eru undangongumenn innan filmslist í Føroyum. Seinastu árini hevur Uni Leitisstein Hansen staðið fyri søguligu filmsverkætlanini Føroyskar søgur. Ein hópur av upptøkum filmaðar í Føroyum síðan filmsmiðilin varð uppfunnin eru komnar fram úr goymslunum. Burtur úr arbeiðinum eru higartil komnar tvær filmsfløgur í røðini Føroyskar søgur. Nú leitar Uni Leitisstein Hansen aftur um nakrar av upptøkunum, tí aftan fyri hvørt einasta filmskut er ein søga. Ein teirra er um 36 ára gamla Ejner Nyrum, sum tann 6. juni 1944 loypur niður á eina strond í Normandínum í Fraklandi við byrsu í hond, meðan kúlurnar flúgva um oyruni á honum og 150.000 øðrum sameindum hermonnum. Ejner Nyrum, ið er stjórin í Havnar Timburhandli, er endaður mitt í blóðigu, men avgerandi landgongini Operation Overloard á D degnum. Uni Leitisstein Hansen sigur søguna um, hvussu nakrar gamlar filmsrullur brádliga avdúkaðu spennandi søguna um ein mann, ið sjálvboðin valdi at fara frá konu, børnum og einum góðum stjórastarvi í friðarligu Føroyum, fyri at niðurberja Týskland sum partur av bretska herinum. Hann hevur teknað nógvar av teimum merkisverdu bygningunum, sum eru bygdir í Føroyum ta seinastu hálvu øldina. Talan er um J.P. Gregoriussen, ella Palla, sum hann eisini verður róptur. Hann kom aftur til Føroyar í 1960, eftir at hava lokið prógv sum arkitektur. Beinanvegin legði hann seg eftir at tekna bygningar við einum serligum føroyskum sniði. Tað skuldi vera í samljóð við náttúruna og mentanina, men samstundis siga frá nøkrum nýggjum. Í portrettsendingini verður tosað við Palla um hesi fimti árini sum arkitektur í Føroyum. Og um krøvini um, at bygningarnir frameftir eisini skulu bera sína egnu søgu. Tá tekningarnar verða til bygningar, ið fáa sítt egna lív. Lagt til rættis Ivan Niclasen. Fyri seks árum síðani segði hon upp sítt fasta starv sum skrivstovukvinna, og hevur síðani tá liva av at gera mat fyri fólk. Lagt til rættis Bergljót D. Hentze Úrslitið av hesum er, at ein ørgrynna av elasmáum bryggjaríum hava sæð dagsins ljós. Nýggj ølsløg koma hvønn dag í rúsur og handlar, og brúkarin setur stór krøv, bæði til góðsku og uppliving. Í sendingini hitta vit eitt fjepparafelag í Vestmanna, vit fara á ølmessu í Keypmannahavn, og vit práta við ein danskan prest, sum stendur aftanfyri framleiðsluna av einari nýggjari øl kallað Himmelkys. Poula og Fritleiv búgva í Fuglafirði, tey hittust í 2006. Hetta er ikki fyrsta ferðin, tey hava verið par. Julianna og Magnus búgva í Sumba, og tey ferðast ofta til Saltangará, haðani Julianna er og hevur sína familju. Rannvá hitti Tage fyrstu ferð, tá hon kom at hyggja at kjallaraíbúðini, sum hann ætlaði at leiga út. Óluva Johannessen, sum býr á Signabø, hevur stóran tokka til hundar ikki minst dámar henni væl smáar, fittar chihuahua hundar. Hon eigur ikki færri enn 12 hundar av hesum slagnum og so tveir Yorkshire terriarar. Summi halda kanska at tað er for nógv, men tað haldi eg ikki, sigur Óluva. Óluva er eisini hundaalari og venjari hjá teimum, sum hava hug at venja og ala hundar í Føroyum. Av hesum sæst millum annað, at lundin ber mangt annað enn nebbasild. Nakrar pisur fingu regluliga føði 3 ferðir um dagin frá fólki. Stórur munur er millum tær pisurnar, sum fingu føði, og tær har lundin sjálvur ber føðina. Ósunnir matvanar kunnu ávirkað trivnað og innlæring hjá børnum og ungum. Magasinsendingin Søt børn setur fokus á problematikkin og tosað verður við foreldur, heilsusystrar og stovnar, sum eru um børnini. Harry M. Williams, ið slapp frá hendingini við lívinum, var skjútti og fjarritari. Sjónvarpið hevur vitjað Mr. Williams, sum býr í Onglandi og sum nú er 87 ára gamal. Umborð á einum líknandi bumbuflogfari á Imperial War Museum, sigur Mr. Williams frá hendingini. Við gomlum myndum frá krígnum, umborð á líknandi bumbuflogfari, og við at flúgva somu leið yvir Hvalba og ímóti Nakki, hava vit roynt at endurskapa ein part av hendingini. 25 søktu inn, men tað vóru bara heilt fá pláss á skúlanum. Tí máttu tey gjøgnum fleiri harðar royndir, og luttakarar vórðu sáldaðir frá. Í hesi dokumentarsendingini fylgja vit trimum aspirantum í upptøkuroyndunum. Anni Heinesen hevur tosað við 17 útlendingar, sum antin hava búð ella búgva í Føroyum. Hesi hava so viðmerkingar um, hvussu føroyingar eru í teirra eygum og evnini eru mong, bæði mentan, gerandislív og politikkur. Fólkini eru bæði kend og ókend. Politiski myndugleikin hevur vitað í fleiri ár, at tað var átroðkandi at broyta sáttmálan um tyrlutilbúgving, men har er einki komma flutt. Hetta er søgan um ta følsku trygdina í tyrlutilbúgvingini. Jens Jákup Hansen, sum hevur gjørt sendingina um bussin, sigur, at teir gjørdu bussar burturúr gomlum lastbilum og eisini úr ambulansum, sum bretski herurin hevði undir Seinna Kríggj. Men Norðurstovubussurin varð bygdur frá grundini og arbeiðið varð gjørt í smiðjuni hjá J. K. Joensen í Miðvági. Vit skulu hoyra og síggja, hvussu tað varð gjørt. Lagt til rættis Jens Jákup Hansen. Henda sendgingin er tann seinasta av røðini Á ferð í Norðurgrønlandi. Vit hitta føroyingar, sum arbeiða og búgva í Upernavík, Uummannaq og Ilulissat. Vit hoyra um telesamskiftið, um bygdina Kullorsuaq, har fleiri tilburðir hava verið av tuberklum, um norðasta barnaheim í Grønlandi og um at vera føroyingar í Grønlandi. Vit ferðast kring bygdina við Hans Olafi Andersen, sum greiðir frá gomlu hvalastøðini í Lopra og tá týskarar njósnaðust í Lopra undan seinna verðaldarbardaga og øðrum viðurskiftum í bygdini. Hjúnini Minny Jacobsen og Magnus Jacobsen í Lopra hava júst keypt sær ein kampingvogn, og nú er umráðandi at fáa hann undir tak, tí um veturin kann veðrið vera sera harðført í Lopra. Úti á Økrum, sum er grannabygdin hjá Lopra, býr Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnu og landbúnaðarmálum. Hansara stóra frítíðaítriv eru veðrar, og í ár hevur hann 11 veðrar. Tann størsti fer helst at viga eini 110 pund. Og Sonja Andersen bakar pannukøkur uttan feitt, og tað er serliga aftaná at tey hava etið grind og spik, at pannukøkur eru á skránni. Í 1995 var Zacharias Hammer á ferð í Grønlandi. Vit senda aftur hesar hugtakandi sendingar. Í fyrstu sendingini, fara vit saman við tekniska leiðaranum og maskinmeistaranum í kommununi, sum eru føroyingar, til eina bygd, har teir hava ymiskar uppgávur. Ferðin aftur til Upernavik gjørdist ein sonn vandaferð. Í sendingini hitta vit ymisk fólk, sum hvør á sín hátt hava tikið ávaringarnar í álvara og royna at hugsa um umhvørvið. Vit práta eisini við serfrøðing, sum greiðir okkum nærri frá, hvat brúksmentan í veruleikanum merkir. Lagt til rættis Eir í Ólavsstovu. Sum ferðamannaoyggj skarar Mykines framúr, og tað setur eisini sín dám á sendingina. Men talan er um eitt fuglapláss burturav, og fyri fyrstu ferð er eitt sjónvarpslið sloppið við, tá menn um dagin fara út í Flatadrang at sláa súlu. Zacharias Hammer hevur lagt til rættis. Hannebeth flutti longu 14 ára gomul til Havnar at ganga í skúla. Skúlagongdin var hørð, men hon bleiv verandi í Havn. Hon bleiv gift á Argjum og fekk 2 børn, men hjúnarlagið helt ikki, og hon flutti at enda heim aftur til Húsar. Saman hava tey bæði Magni og Hannebeth funnið lukkuna á Húsum og hava stórar framtíðardreymar. Gjørt sendingina Regin Toftegaard, Jógvan Eli Dam og Eir í Ólavsstovu. Flestøll ynskja sær at liva sum longst, men hvussu er tað at verða gamal, og fáa tey gomlu ta virðing og tann kærleika, tey hava uppiborið Tey seinastu árini eru tey gomlu ofta vorðin rópt ein samfelagsbyrða, hesin filmur vil vísa menniskjuni, sum eru handan hesa sokallaðu byrðu. Um nøkur ár ert tú kanska í somu støðu sum tey. So kanst tú sjálvur meta um, hvørt tú heldur at henda viðferð er virðilig fyri teg. Lagt til rættis Eir í Ólavsstovu. Nógvir fordómar eru, til dømis halda fleiri, at kleystrið er sum eitt fongsul, og tey hava ilt við at fata, at ein kvinna sigur frá sær børn og maka fyri at fylgja sínum kalli. Seks nunnur eru í Føroyum í dag. Maria er ein teirra. Hon hevur verið her í 18 ár. Maria er ættað úr Írlandi og er elst av átta systkjum. Men hvussu er tað at vera so langt heimanífrá, og valdi hon rætt, tá hon gjørdi av at fylgja kallinum Vit hava verið og vitja Mariu í kleystrinum og fingið innlit í lívið hjá nunnunum her í Føroyum. Lagt til rættis Eir í Ólavsstovu. Kravt verður ikki av búfólkunum, at tey eru rúsfrí, men ætlanin er, at Grønalíð skal geva teimum høvi til at fáa so mikið skil á lívinum, at tað kanska ber til at sleppa burturúr misnýtlsuni. Tørvurin á einum tílíkum heimi hevur verið stórur, tí tað eru eini 35 fólk heimleys í Føroyum. Í Grønulíð 3 er bert pláss fyri sjey. Heimið verður fíggjað av Bláa Krossi og av tí almenna. Búfólkini fáa eftirløn, og tá hon verður útgoldin, eru húsaleigan og maturin goldin. Sendingin snýr seg um tríggjar av monnunum, sum búgva í Grønulíð 3. Vit fylgja teimum í nakrar dagar og fáa eitt innlit í teirra lív, hvørjar dreymar hava teir og hvussu lagar lívið seg, tá tú livir á eggini. Tá er lívið ofta meira ein spurningur um at yvirliva, enn at liva. Lagt til rættis Eir í Ólavsstovu. Har er lívið merkt av tætta tilknýtinum til náttúruna og føroyingarnir uppliva tann heilt serliga túrin á hundasletu tvørtur um grønlendsku ísoyðuna. Ferðin í Grønlandi ristir seg fast í minni hjá teimum ferðandi. Lagt til rættis Zacharias Hammer. Hvat var tað sum hendi í Klaksvík hesi bæði árini í 50 unum, tá býurin varð settur í undantaksstøðu Hvat var tað, sum fekk donsku stjórnina at senda bæði politistar og hermenn til Klaksvíkar við skipum, sum høvdu bæði kanónir, riflur og hundar umborð Hvat var tað, sum fekk klaksvíkingar at finna fram aftur hjálmar frá krígnum, gamlar riflur og byrsur umframt líggjar og onkra kvísl Byrjanin til stríðið var, sum tey flestu vita, ein danskur lækni, sum ikki kundi fáa fast starv í Klaksvík, tí hann hevði verið limur í danska nasistaflokkinum eitt skifti undir krígnum. Hann skyldaði danska læknafelagnum 601 krónur Men hvussu kundu ein so lítil upphædd útvikla seg til eitt so álvarsligt stríð í tvey ár Nú 55 ár eru liðin, síðani læknastríðið var í Klaksvík, eru at kalla øll farin, sum høvdu høvuðsleiklutirnar í hesi orrustini, men tað eru framvegis klaksvíkingar, sum kunnu greiða frá hesum báðum árunum. Hvat var tað sum hendi í Klaksvík hesi bæði árini í 50 unum, tá býurin varð settur í undantaksstøðu Hvat var tað, sum fekk donsku stjórnina at senda bæði politistar og hermenn til Klaksvíkar við skipum, sum høvdu bæði kanónir, riflur og hundar umborð Hvat var tað, sum fekk klaksvíkingar at finna fram aftur hjálmar frá krígnum, gamlar riflur og byrsur umframt líggjar og onkra kvísl Byrjanin til stríðið var, sum tey flestu vita, ein danskur lækni, sum ikki kundi fáa fast starv í Klaksvík, tí hann hevði verið limur í danska nasistaflokkinum eitt skifti undir krígnum. Hann skyldaði danska læknafelagnum 601 krónur Men hvussu kundu ein so lítil upphædd útvikla seg til eitt so álvarsligt stríð í tvey ár Nú 55 ár eru liðin, síðani læknastríðið var í Klaksvík, eru at kalla øll farin, sum høvdu høvuðsleiklutirnar í hesi orrustini, men tað eru framvegis klaksvíkingar, sum kunnu greiða frá hesum báðum árunum. Teir tríggir AWI bátarnir eru komnir til Ilulisat. Seinasta strekkið til Umannak og Upernavík er eftir at sigla. Hetta er ein ikki sørt vandafull ferð, tí bátarnir koma í nógvan ís og illveður. Móttøkan í Upernavík, ið er næst norðasta kommuna í Grønlandi, er stórfingin. Úr Upernavík og suður til Uamannak við grønlendskum útróðrarbáti, er sannur vandi á ferð, tá báturin steðgar upp fyri olju millum nógv stór ísfjøll. Ein minniligur og søguligur túrur er komin at enda. Lagt til rættis Zacharias Hammer. Í øðrum parti sigla AWI bátarnir inn í Norðaruhavn í Ravnsoynni. Ein av manningini, Kári Højgaard úr Runavík, var útróðrarmaður har í 1969, sum var seinasta árið, føroyingar róðu út úr Ravnsoynni. Kári minnist gamlar dagar og vitjar fleiri útróðrarskúrar, ið enn standa uppi. Leiðin gongur síðani norður í Føroyingahavnina. Har ber ikki til at leggja at, tí ongin er at taka ímóti endanum. Lagt til rættis Zacharias Hammer. AWI Boats í Runavík hevur smíðað og selt fleiri glastrevjubátar til Grønlands. Bátarnir eru fluttir við farmaskipi, men á sumri 1998 silgdu tríggir bátar vestur um hav til Norðurgrønlands. Tveir fóru til Upernavík og ein til Uummannak. Fleiri eldri sjómenn hildu hetta vera óðamannaverk. Ikki var gamansleikur at koma um Kappan í vánaligum líkindum við so smáum førum, men 20. juni 1998 fóru bátarnir av Runavík, mannaðir við tilsamans sjey monnum. Men ætlanini um at gerast listamálari slepti Janus Kamban skjótt, tí honum dámdi betri at arbeiða við leiri, gipsi og steini. Prentmyndir hansara bera tó boð um, at hann ikki slepti tekningini, og serliga tey seinni árini hevur hann gjørt meira við grafisku listina. Pál Joensen hevur svomið seg fram millum teir allarfremstu og er nú millum tíggju teir skjótastu svimjarnar í heiminum á bæði 800 og 1500 metrum. Orsøkin til stóru framgongdina er ikki einans góðar gávur, men eisini ein óvanliga hørð og drúgv venjing, har tað verður farið vísindaliga til verka. Í sendingini vitja vit í Vági, har vit fáa eitt innlit í venjingina, sum lættliga kemur upp móti 40 tímum um vikuna. Og stendur tað til Pál og venjaran Jón Bjarnason, so er hetta einans byrjanin. Pál er við sínum 18 árum millum yngstu svimjarnar í heimselituni, men hann hevur sett sær tað mætasta málið, nevnliga at vinna OL gull fyri Føroyar. Kvøldið er sett saman av sendingum, innsløgum og práti í studio. Umframt útlendskt tilfar hava vit eisini nógv spennandi tilfar, sum vit sjálvi hava gjørt. Í studio práta vit við føroyingar, sum hava tikið lut í menningararbeiði í 3. Heiminum. Vit tosa við føroyingar sum hava arbeitt sum sjálvboðin og eisini við fólk, sum hava arbeitt fyri stórar altjóða felagsskapir til dømis Danida. Vit varpa ljós á menningarhjálpina, sum Føroya Landsstýri, saman við ABC barnahjálpini, hevur veitt til skúlaverkætlanina í Monrovia, Liberia. Kringvarpið var við, tá fólk frá Uttanríkisráðnum var á eftirlitsvitjan í Liberia fyri at vita, hvussu gongst við arbeiðinum at byggja ein skúla og fyri at vita, um peningurn verður nýttur eftir ætlan. Í sendingini hitta vit eisini eitt av børnunum, sum fer at ganga á føroyska skúlanum í Liberia, tá hann er liðugur. Vit hava eisini verið í Ghana, har føroyskur peningur er latin í menningarhjálp. Í sendingini er eitt dupultportrett av einari 10 ára gamlari gentu í Ghana og einari javngamlari føroyskari gentu. Vit fylgja gentunum báðum ein púra vanligan gerandisdag og vísa, hvussu ymiskar lívsfortreytir genturnar hava. Kvøldið er sett saman av sendingum, innsløgum og práti í studio. Umframt útlendskt tilfar hava vit eisini nógv spennandi tilfar, sum vit sjálvi hava gjørt. Í studio práta vit við føroyingar, sum hava tikið lut í menningararbeiði í 3. Heiminum. Vit tosa við føroyingar sum hava arbeitt sum sjálvboðin og eisini við fólk, sum hava arbeitt fyri stórar altjóða felagsskapir til dømis Danida. Vit varpa ljós á menningarhjálpina, sum Føroya Landsstýri, saman við ABC barnahjálpini, hevur veitt til skúlaverkætlanina í Monrovia, Liberia. Kringvarpið var við, tá fólk frá Uttanríkisráðnum var á eftirlitsvitjan í Liberia fyri at vita, hvussu gongst við arbeiðinum at byggja ein skúla og fyri at vita, um peningurn verður nýttur eftir ætlan. Í sendingini hitta vit eisini eitt av børnunum, sum fer at ganga á føroyska skúlanum í Liberia, tá hann er liðugur. Vit hava eisini verið í Ghana, har føroyskur peningur er latin í menningarhjálp. Í sendingini er eitt dupultportrett av einari 10 ára gamlari gentu í Ghana og einari javngamlari føroyskari gentu. Vit fylgja gentunum báðum ein púra vanligan gerandisdag og vísa, hvussu ymiskar lívsfortreytir genturnar hava. Maður hennara, Lars Løkke Rasmussen, tók við forætisráðharrasessinum, tá Anders Fogh Rasmussen tók við starvinum sum aðalskrivari í NATO. Lagt til rættis Bergljót D. Hentze Í sendingini lýsir Bubbi Morthens kreppuna í Íslandi og roynir at greina støðuna. Eisini tosar Bubbi um egnan vanmátt mótvegis rúsevnunum, sum í mong ár stýrdu lívi hansara. Í dag er Bubbi Morthens ein væl nøgdur maður, sum sær ljóst uppá lívið og framtíð Íslands. Bubbi Morthens gjørdi sína fyrstu plátu í 1980. Aðrir bátar eru sjáldan í umbøn, og fyri tað mesta eru tað umvælingar, bátasmiðirnir, ið eftir eru, liva av. Tá so lítið er at gera, kunnu bátasmiðirnir ongan taka í læru. Tí fer elligamla handverkið at doyggja út, um einki verður gjørt fyri at bjarga tí. Landið má upp í leikin og má bera kostnaðin fyri ítøkiligar loysnir. Annars verða bátasmiðirnir, ið eftir eru, teir seinastu. Teir báðir fara ein túr gjøgnum grønlendska høvuðsstaðin, har Jógvan sigur frá og minnist ymiskar hendingar sum hýruvognsførari í býnum. Nýggja og stásiliga mentanarhúsið í býnum verður eisini vitjað.Fyrrverandi stjórin, Jan Kløvstad greiðir frá. Um kvøldið eru vit við til grøndlendskt mentanarkvøld í húsinum. Við sær høvdu teir ikki bara allan mat og útgerð. Føroysk bátasløg úr ymsum bygdum høvdu sína egnu bygdamentan við sær.Tí gjørdust plássini hvør í sínum lagi ein lítil útgáva av Føroyum, har Drelnes og Eystnes lógu lið um lið og Sandoyggin lá eitthanagleiv frá Miðvágsvíkini. Men hvussu livdu bygdaløgini í oyðimørkini Hvussu var samskiftiðvið tey kæru heima Hvussu var tað hjá eini familju, at hava eitt heim í Føroyum og eitt í Ravnoynni Og hvørjar fyrireikingar skuldu gerast, tá partar av Føroyum skuldu flytast til Grønlands á hvørjum ári Samrøður eru við millum onnur Jens Eli Ellefsen, Miðvágur. Jóan Hendrik Zachariassen, Sørvágur. Sommer Winther, Skopun. Hentzar Grástein, Haldarsvík. Martin Ejdesgaard, Tvøroyri. Ísak B. Jacobsen og Honnu í Loft Jacobsen, Sørvágur, móðir Ísaks. Men eins og ein partur av játtanini er oyramerktur til einstaklingar, til dømis ung listarfólk, so skal ein partur eisini oyramerkjast til listagreinir, sum landsstýrismaðurin velur, sigur Bjørn Kalsø. Vit hitta eina unga føroyska kvinnu, sum um stutta tíð fer at festa ein bóndagarð á Norðurlandinum saman við manninum og verður mjólkarbóndi. Á Siglufjørðinum er eitt spennandi sildasavn um tíðina, tá býurin var sildahøvuðsstaðurin í Íslandi. Har eru eisini partur av føroysku søguni varðveittur. Á hvørjum heysti er tað ein stórhending við Skagafjørðin, tá nógv hundrað ross, sum hava gingið leys í fjøllunum, verða rikin oman í kendastu hestarættina í Íslandi. Landmannalaugar er eitt framúr spennandi og litríkt fjallaøki, sum er ógviliga væl umtókt millum ferðafólk. Í bygdini Grenevik við Eyjafjørðin á Norðurlandinum vísir ein føroyingur Frætt og fregnað runt. Har búgva 350 fólk, men tey vilja ikki hoyra talan um at leggja saman við næst størstu kommununi í landinum. Í stásiliga tónleikahúsinum Hørpu í Reykjavík hitta vit tvey ungfólk, sum ganga á tónlistaskúla í íslendska høvuðsstaðnum. Vit hoyra eisini um, hvussu ógvisliga kreppan í Íslandi ávirkaði fólkið. Síðst í september og fyrst í oktober var Frætt amp Fregnað á ferð í Íslandi . Í fýra sendingum verður víst, hvat kom burtur úr ferðini, tá myndamaðurin Jógvan Eli Dam og verturin Tórður Mikkelsen koyrdu við bili runt landið. Teir upplivdu mangt og hvat og hittu bæði íslendingar og føroyingar, sum eru bústiandi í Íslandi. Í hesi hesi fyrstu sendingini eru vit millum annað á fjalli á Suðurlandinum, har 2.000 seyðir, ið hava gingið í fjøllum inni í landinum, verða riknir í rætt. Myndamaðurin Jógvan Eli Dam og verturin Tórður Mikkelsen taka ymisk evni fram í Fámjin. Men sum vanligt verða innsløg aðra staðni úr landinum eisini í sendingini. Í kvøld vitjar Frætt amp Fregnað í Svínoy, har myndamaðurin Jógvan Eli Dam og verturin Tórður Mikkelsen tosa við fólk um ymisk viðurskifti í bygdini. Aftur hesaferð eru nøkur evni aðra staðni úr landinum í sendingini. Evni, sum ikki skapa tær stóru yvirskriftirnar, men sum hava stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Í fyrstu sendingini skulu vit frætta úr Nólsoy. Jógvan Eli Dam og Tórður Mikkelsen gera sendingina. Í MÆLT hesuferð eru gestirnir Jón Bjarnason, svimjivenjari, og Edward Fuglø, listamaður. Tónleikapartinum stendur Guðrið Hansdóttir fyri, og so eru tveir ølsmakkarar í sjónvarpsstovuni og royna nýggju sterku sløgini av øli hjá Okkara og Føroya Bjór. Matpartinum standa Jóhanna á Tjaldrafløtti og Tórður Mikkelsen fyri á matskránni hesuferð er høsnakjøtsuppa, og uppskriftina sært tú her. Tey komandi fríggjakvøldini er nýggja sjónvarpssendingin Mælt á skránni í Kringvarpinum. Sendingarnar verða pallurin, har forkunnugir gestir vitja. Útvarpshøllin, ið er karmur um sendingarnar, verður eisini staðið, har minnisverdir tónleikarar síggjast.Í fyrstu Mælt sendingini varð eisini gjørdur matur. Uppskriftirnar til matin, ið varð gjørdur í fyrstu sendingini í røðini, eru at finna her Umboð fyri ein av heimsins størstu djóraverndarfelagsskapum vitjaði í Føroyum í vikuni. Boðskapurin er greiður Tað finst ongin humanur háttur at drepa hval. Tað er ótrygt, ein leitar og kemur ongantíð á mál. Tað sigur Edward Fuglø, listamaður, sum seinastu vikurnar hevur sýnt fram á Listasavni Føroya. Og so hitta vit eisini Sissal Kampmann, sum hevur fingið rós fyri sítt fyrsta yrkingasavn. Men hóast altjóða succes ætla víkingarnir úr Eysturoynni nú at leggja brynjurnar og kvæðini frá sær. Vit vita øll, at vit skulu doyggja, men vit liva í eini mentan, sum ikki vil vita av deyðanum. Tað sigur danski presturin Johannes Møllehave, sum vitjaði í Føroyum í seinastu viku. Hvør ger av, hvussu almenna rúmið verður prýtt Og sleppur listfakligi førleikin til orðanna, tá politikarar brúka skattapengar til list Kjak seinni í sendingini. Lagt til rættis Heini í Skorini. Nú arbeiða teir við nýggjari fløgu, sum ikki fer at snúgva seg um drukk, blottarar og pedofilar. Herfyri mótmæltu 21 dansktlærarar, at Mentamálaráðið ætlar at avtaka danskt sum kravda lærugrein og gera hana valfría í staðin. Skal danskt framhaldandi vera kravd lærugrein á føroyskum miðnámsskúlum Kjak í sjónvarpsstovuni um henda spurning. Lagt til rættis Heini í Skorini. Jólini seta sín dám á Túnatos, ið varð sent fyrsta jóladag, tá verturin Elis Poulsen og fotografurin Jens Jákup Hansen vóru á ferð. Elis Poulsen og Jens Jákup Hansen ferðast kring landið og práta við fólk um mangt og hvat í Túnatosi. Hesa ferð verður vitjað í Vestmanna. Elis Poulsen og Jens Jákup Hansen ferðast kring landið og práta við fólk um mangt og hvat í Túnatosi. Í níggjundu sendingini varð vitjað í Hvalba í Suðuroy. Ov nógv óvitandi fólk blanda seg upp í fiskivinnuna. Tey sita á onkrum kontóri í Havn og manurera Tað sigur Dánjal Hansen, útróðrarmaður, sum Túnatos hittir í Miðvági.Í hvalakirkjugarðinum í Miðvági liggja fimm hvalir. Ætlanin er at grava teir upp, og reinsa og seta beinagrindina saman til framsýningar.1894 1896 avmyndaði Suffía Hansen bygdarlívið í Miðvági, og tá hon doyði í 1896 av meslingum, tók beiggi hennara, Ólavur, yvir. Nógvar av teirra myndum eru til skjals hjá Honnu og Johannesi Dam Hansen. Elis Poulsen og Jens Jákup Hansen ferðast kring landið og práta við fólk um mangt og hvat í Túnatosi. Í fyrstu sendingini vóru teir í Leirvík, og teir stukku millum annað inn á gólvið í Lugarinum niðri við havnarlagið. Hygga Síggj, og so var tað beint har. Bjørk, Rógvi og Bára spæla spælið at gera seg til ein annan. Tú kanst eisini royna tað. Og tónleikarin Drós fer at spæla afturvið o Á arbeiðsplássinum eru nógvir fiskar, fleiri túsund og teir eru livandi, men smáir. Katrina og Jónleyg duga at hjálp til at ansa teimum. Kyktið, sum serfrøðingurin William fer at greiða frá um, er gult og svart. Veist tú so, hvat ta man vera Og í fjøruni eru eisini rættiliga stór og elligomul tarabløð. Tað sigur Magnus, og tað fer hann at greiða frá um. Hyggja titso síggja tit Hygga Síggj. og tað koma tríggir av sjónleikarunum í sjónvarpsstovuna at tosa við Lív um aftaná. So er tað tekningin hjá Janusi. Minst til at hava alt til reiðar, tí so er tú við, tá Janus enn einaferð fer at tekna nakað, sum tú nokk ikki dugir enn. Og trummuljóðini eru eisini nokkso ring nú, men afturfyri so ljóðar tað væl, um tú vilt ber til at gera fleiri ymisk ljóð. Lurta væl. So kom og ver við, so skalt tú bara síggja tekningina og hoyra rytmurnar. Ert tú við Er tað at happa Og kunnu vaksin fólk eitt nú ein lærari happa og arga skúlabørn Sjónleikararnir fara aftan á filmin at tosa við Lív um tað. Og so er tað tekningin og trummuljóðini í kjallaranum. Hevur tú alt klárt, so ert tú við. Ert tú við Tríggir sjónleikarar koma at tosa við Lív um tað at spæla saman, uttan at arga og happa. Og vera við kortini ert tú við Eina nýggja tekning, sum tú ikki dugir at tekna enn, men tað dugir tú heilt víst, tá vitja verður í kjallaranum hjá Janusi, hav tú pappírið og tað klárt. Aftan á tosar Lív sjálvandi við sjónleikararnar um hvat hendi og hvat er gott og hvat er skeivt. Sum altíð er neyðugt at hugsa seg um. Í kjallaranum ber aftur til at tekna og trumma saman við Janusi, Brandi og teimum. Tað einasta sum tú skalt er at vera við syrg fyri pappíri, blýanti og tusj og so ikki at gloyma trummuljóð. So ert tú við. Ert tú við Bara tí ein av hinum ikki eigur so fín ting sum tú, ger tað so nakað Ert tú við, so lærir tú nokk okkurt. Men tá er neyðugt at hugsa seg um. Og tá farið verður í kjallaran at tekna og trumma, ræður um at hava alt klárt. Pappír, tusj og blýant og so trummuljóð Ert tú við Filmurin og prátið við sjónleikararnar snýr seg í dag um, um tað ber til at happa uttan at siga nakað. Og so er at hava blýant, tusj og pappír til reiðar, tí aftur í dag fer Janus at læra teg at tekna nakað, sum tú ikki dugir enn ert tú við Og Brandur og tey fara at læra meir um at trumma. Fleiri ymisk trummuljóð. Finn eitt gott ljóð og ja, so er tú við. Ert tú við Sjónleikararnir tosa við Lív, millum annað um tað ber til at vera óvinir og kortini ikki happa. Og so ber aftur til at tekna saman við Janusi, og trumma ætlar tú at brúka tað sama ljóðið, ella hevur tú funnið nøkur nýggj Ert tú við so eru øll við Ert tú við At rópa eftir einum øðrum men spurningurin er um tað viðhvørt er í lagið at rópa og so nær tað er ljótt at rópa. Tað fara sjónleikararnir og Lív at tosa um aftaná filmin. Og í kjallaranum ber til at læra at tekna okkurt nýtt og eisini at trumma. Hvat er so til ráða at taka. Hvat er rætt og hvat er skeivt. Ja, tað koma tríggir av sjónleikarunum at tosa um. So er tað kjallarin. Tekningin og trummurnar. Blýant og pappír og tusj um alt er klárt, so ber til at fylgja Janusi, og so dugir tú at tekna eina tekning av ja, tað fært tú at síggja. Aftaná fara tríggir av sjónleikarunum at tosa við Lív um hvat hendi. Og tú sum hyggur kanska lærir okkurt av tí. Í øllum førum lærir tú okkurt, tá fari verður í kjallaran at tekna og at trumma. Tekningin hjá Janusi verður aftur ein nýggj. Og hevur tú roynt heima Riggar tað við viskileðri og litum Og hvussu við trummuljóðinum Ja, Brandur veit altíð okkurt, og manst tú ikki duga betri nú enn í allarfyrstuni Um tú hevur blýant, pappír og tusj, og eisini hevur gjørt av hvørjum ljóði tú fert at trumma við í dag, ja, so ert tú heilt víst við. So skulu vit eisini læra at tekna, og tí er neyðugt at hava pappír, blýant og tusj hjá sær, tá sendingin byrjar. Seti tykkum væl til rættis, so skulu tit bara síggja, og vónandi eisini læra, at tað væl ber til at trumma, hóast eingin trumma er. Børn úr frískúlanum á Velbastað spæla við og tosa um filmarnar. Janus fer at vísa hvussu man teknar, og Brandur er trummulærarin, sum saman við Aldu, Vár og Poul Jóhan fara at trumma saman við øllum, sum hyggja. Happifilmurin er um, at øll eru móti einum. Tá er ikki stuttligt at vera einsamøll ella einsamallur ein ímóti øllum hinum Kanska tú lærir okkurt, um hvat er rætt og gott, men eisini hvat er skeivt og ringt. Børnini, sum spæla við í filminum, fara at tosa um, hvat tað er sum hendir í filminum. Janus fer at tekna eina mynd, og fer samstundis at siga hvussu hann ger, og ert tú við, so lærir tú at tekna ja, tað veit bara Janus enn. Aftan á vita vit tað øll. Og tá duga vit eisini. Ja, ert tú við, so lærir tú heilt víst meir um at trumma. Tí Brandur fer at læra meir, ein nýggjan máta. Ert tú við So skulu vit eisini læra at tekna, og tí er neyðugt at hava pappír, blýant og tusj hjá sær, tá sendingin byrjar. Seti tykkum væl til rættis, so skulu tit bara síggja, og vónandi eisini læra, at tað væl ber til at trumma, hóast eingin trumma er. Børn úr frískúlanum á Velbastað spæla við og tosa um filmarnar. Janus fer at vísa hvussu man teknar, og Brandur er trummulærarin, sum saman við Aldu, Vár og Poul Jóhan fara at trumma saman við øllum, sum hyggja. Vit skifta orð um ætlanina hjá Karsten Hansen, heilsumálaráðharra, sum snýr seg um at seta eina ráðgevandi nevnd við fakfólki, har allar kvinnur, sum ynskja fosturtøku, skulu ráðføra seg áðrenn avgerðin verður tikin. So dýrt, at Landsverk heitti á Nærverkið, sum leigaði har eitt skifti, um at flyta út. Men so flutti Fiskimálaráðið inn uttan at spyrja Landsverk um ráð. Avgerðin er ikki bara dýr hon er eisini í stríð við vanliga mannagongd.Síggj hvat landsstýrismaðurin sigur um leigumálið her Viðhvørt játtar viðkomandi at flyta bústað. Men tá viðkomandi kann vísa á, at hann ella hon hoyrir heima aðrastaðni verður eingin broyting gjørd. Pisurøðan, sum Sára Olsen helt í Viðarlundini í Havn. Snúði seg millum annað um fráflyting og lestrarmøguleikar hjá teimum ungu. Síggj alla pisurøðuna her. Hvørja viku avmynda bloggararnir frá Fjøllini Dansa onkran, sum tey halda hevur serliga feitan stíl. Hesa vikuna er tað 16 ára gamli Sjúrður Djurhuus Trondheim, ið er avmyndaður. Lagt til rættis Anný Djurhuus info roddin.fo Lýs tín stíl Hvussu skal eg lýsa mín stíl Um eg síggi nakað, ið eg haldi vera kul, so keypi eg tað og brúki tað. Um mær dámar tað, so fari eg í tað. Hvar finnur tú íblástur Frá gomlum filmum, áðrenn ár 2000 ella so, tú veitst. Grease stílurin er mítt ting, vildi eg sagt. Eisini finni eg íblástur frá gomlum myndum inni hjá ommu og abba. Gerandis uniformur Eg eri næstan ongantíð í tað sama. Tað blívur for keðiligt. Tað skiftir alt eftir hvørjum lagi, eg eri í. Onkuntíð lazy, men ikki joggingbuksur eg hati joggingbuksur. Og til tíðir skjúrtu og strammar buksur. Hvar keypur tú tíni klæðir Blákross, Blákross, Blákross og eyndurnýtsluhaldar sum heild. Har er altíð okkurt at finna, og onki er líka. Tað mær dámar so væl við eyndurnýtslu er, at tú aldrin veitst, hvat tú fart. Eisini eru klæðini so bílig, at eg ikki leggi í, um tað ikki riggar, tá ið eg seymi tey inn. Eg kann gera tað, eg havi hug til. Einar ljótar arbeiðsbuksur kunnu lættliga gerast til einar fancy disco pants. Hevur tað nógv at siga, hvussu tu sært út Ja, tað hevur tað. Mær dámar væl, at fólk rundan um meg leggja til merkis, hvat eg velji at lata meg í. Raksturin fer at kosta 45 milliónir minni enn tað, men íløgur skulu gerast fyri 295 milliónir krónur, og tí verður hallið 250 milliónir. Umframt tær 295 milliónirnar, sum eru settar av til íløgur næsta ár, verða 100 milliónir, sum ikki verða brúktar í ár, fluttar til næsta ár. Fyri løgtingsfundin í dag fer Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, at ráðføra seg við Uttanlandsnevndina um landgrunnin eystan fyri Grønland. Á býráðsfundi í Sunda kommunu mánadagin varð einmælt samtykt at samráðast við Kvívíkar kommunu um lutvísa samogn í røktarheiminum á Mørkini. Kvívíkar kommuna fær somu rættindi og somu skyldur sum Sunda kommuna víðvíkjandi upptøku á Mørkini og viðlíkahaldi og møguligum útbyggingum. Kvívíkar kommuna bað eisini um tilboð frá Vestmanna kommunu um pláss á røktarheiminum Grønanesi, og har er kostnaðurin 1,35 miljónir fyri hvørt plássið. Á nýggjárinum verður forboðið at selja fólki, sum eru yngri enn 18 ár, solariumsól til kosmetiskt endamál, sum tað stendur í lógini. Sambært lógaruppskotinum. sum er sent til hoyringar, er sól til kosmetiskt endamál solariumsól, sum hevur til endamáls at strála menniskju við ultraviolettari stráling, og sum í høvuðsheitum er ætlað at gera húðina brúna. Millum annað í fyrstu føroysku krabbameinsætlanini frá 2009 verður mælt til forboð fyri at lata ung, yngri enn 18 ár, sleppa at brúka solarium. Umsitingin hjá Fuglafjarðar kommunu er tann dýrasta í landinum. Tað vísir ein samanbering av útreiðslunum hjá kommununum, sum Gjaldstovan hevur gjørt. Tvøroyrar kommuna er næstdýrast og kostar 4.732 krónur, og EysturKommuna er triðdýrasta kommunan og kostar hvørjum borgara 4.715 krónur. Umsitingin í størstu kommununi í landinum, Tórshavnar kommunu, kostaði í fjør 3.456 krónur fyri hvønn borgara, meðan umsitingin í næststørstu kommununi, Klaksvíkar kommunu kostaði 3.152 krónur pr. borgara í kommununi. Vága kommuna er bíligast við einum eindarkostnaði fyri hvønn borgara í kommununi á einans 2.245 krónur meir enn helvtina so bílig sum umsitingin í Fuglafjarðar kommunu. Ætlanin er, at tølini skulu kunna brúkast sum eitt amboð til fíggjarstýring hjá kommununum, tá umræður skúlar, eldrarøkt og annað. Kommunurnar við Skálafjørðin og Tórshavnar kommuna hava fingið minni til 1.oktober. Tórshavnar kommuna lækkaði skattaprosentið í ár. Verður skattainntøkan hjá Tórshavnar kommunu í ár umroknað til skattaprosentið í fjør, so fær høvuðsstaðarkommunan 0,93 prosent minni higartil enn í fjør, upplýsir Taks. Vinnumálaráðið setti í verk arbeiðið at gera eina heildaræltan um fólkaflyting og fólkavøkstur og varð hon løgd fram í apríl mánaði í ár. Eitt annað átak, sum Vinnumálaráðið hevur arbeitt við, er møguleikin hjá føroyingum, sum eru búsitandi í Danmark, at fáa arbeiðsloysisstuðul úr donskum A kassa at koma til Føroya í tríggjar mánaðir at leita eftir starvi. Í tí sambandi kann ein javnstøðupolitikkur vera við til at skapa bestu karmar fyri eitt samfelag, har kvinnur og menn støðast eins væl. 5. september byrjaði tátturin fobiir, og Óla Hans Olsen, úr Havn, meldaði seg til. Óla Hans hevði sosialfobi, sum hann gjarna vildi hava hjálp fyri, og Góðan Morgun Føroyar setti seg í samband við sálarfrøðingin, Suna Pouslen. Í dag vóru teir aftur í útvarpsstovuni, og søgdu frá úrslitinum. Man má allatíðina halda sítt hugflog við líka. Hugflogið er ein vøddi, sum skal venjast. Meðan onnur venja sínar vøddar, so venji eg mín hugflogsvødda, sigur kvinnan, sum er í lesikrókinum í morgun. 29. september í ár vóru liðin 15 ár síðan nakrir spælarar, við stuðli frá Tórshavnar Kvøld og Ungdómsskúla, stovnaðu orkestrið Ælabogin. Tað serliga við hesum orkestri er, at allir spælararnir hava ymisk menningertarn. Tey hava vant dúgliga øll árini í Skansastovu, og væl má sigast at verða komið burturúr. Tríggjar ferðir hava tey umboða Føroyar á Musiktreffi í Noregi, har tey hava spælt saman við norskum orkestrum, har spælararnir eisini hava ymsan menningartarn. Hvørt ár verður roynt at koma út um landið at hava konsertir, annars spæla tey til ymisk høvi, tá tey verða biðin. Árliga orkesturstevnuna hjá hornorkestrunum er afturvendandi tiltak, ið tey gleða seg nógv til. Venjarar fyrstu árini vóru Sámal Andrias Weihe, Brandur Øssurson og Annika Højgaard, men tá Brandur og Sámal Andrias góvust fyri 10 árum síðan, komu Eirikur Skála og Katrin Jørgensen fyri teir. Hesi trý leiða orkestrið Ælabogan nú. Pedagogfelagið fer aftur á fund í morgin, eftir at partarnir seinast í farnu viku fóru hvør til sítt, tí ósemja stakk seg upp. Partarnir vilja einki siga, soleingi samráðingar eru. Havnar Arbeiðskvinnufelag hevur sagt sáttmálan um og tær samráðingarnar verða fyrsta dagin, sigur Súsanna Nolsøe, fulltrúi á lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum. Í ár mælti ICES til at fiska 619.000 tons av sild. Men ósemjan ímillum strandalondini ger, at tað verða fiskað útivið 700.000 tons av sild. Tað sigur formaðurin í Fíggjarnevndini, sum í morgin fær fíggjarlógaruppskotið hjá landsstýrinum eftir fyrstu viðgerð í tingsalinum. 14. og 15.oktober verður fundur um svartkjaftin, 16. 18.oktober um sildina og 22. 25.oktober er makrelurin á dagsskránni. Allir fundirnir vera í London. Skal føroyska samfelagið mennast, er eisini neyðugt at menna Fróðskaparsetrið. Bæði tá tað snýr seg um hægri útbúgving og gransking. Tað søgdu fleiri av teimum, sum hildu fyrilestur á ráðstevnu um at menna Fróðskaparsetur Føroya í síðstu viku. 60 prosent av teimum ungu, lesandi føroyingunum fara út í heim at nema sær útbúgving. Av teimum kemur einans helvtin heimaftur. Orsøkirnar eru nógvar Vantandi útbúgvingarmøguleikar, vánalig bústaðarviðurskifti, og eitt samfelag, sum er ov maskulint. Í sendingini spyrja vit Hvat kunnu vit gera, til tess at fáa unga, lærda fólkið heimaftur Tilsamans hava sløk 1800 fólk einki arbeiði í Føroyum. Í aldursbólkinum 20 til 29 ár eru 450 fólk arbeiðsleys. Í øðrum aldursbólkum er tað nakað minni úr 278 upp í 362. Hetta vísa nýggjastu hagtølini hjá ALS, sum hvønn mánað rindar umleið 20 milliónir krónur í arbeiðsloysisgjaldi. Kjakast varð um, um arbeiðstøk skulu hava tilboð um arbeiði ella útbúgving, tá tey fáa pening úr ALS. Eldsbrunin umborð á Athenu vísti, at flestu liðini í føroysku tilbúgvinini virka, men at samskipanin er ikki nóg góð. Nýggi stjórin á tilbúgvingarstovninum miðar ímóti at hava ta yvirskipaðu tilbúgvingarætlanina klára í heyst. Tjóðveldi hevur gjørt uppskot um, at fiskidagar skulu seljast í tilfeingisbúð. Magni Laksáfoss, tingmaður, hevur gjørt uppskot um tað sama, og mælir til at býta leiðirnar í øki eftir fiskasløgum og veiðihættum. Fiskidagatalið skal setast eftir tilmæli frá fiskifrøðingum. Bismarin spyr, um hesi uppskot kunnu venda gongdini hjá feskfiskaflotanum Í øldir hava føroyingar dripið grind, og eins leingi hava tvøst og spik verið týdningarmikil kostur her á landi. Flestu føroyingar halda grind og grindadráp vera ein stóran og týðandi part av okkara søgu og mentanararvi. Seinnu nógvu árini er ágangurin uttaneftir tó vaksin í hvørjum. Og kanningar hava staðfest, at grindin er so dálkað av kyksilvuri og PCB, at hon rætt og slætt er vandamikil kostur. Tí eru summi, sum halda, at vit eiga at halda uppat at drepa grind. Lurta eftir sendingini her Ein meting fyri 2010 vísir, at ískoytið til føroyska búðskapin, frá ferðavinnuni er omanfyri 700 milliónirkrónur Men kortini eru tað tey, sum halda at henda vinnan ikki verður tikin fyri álvara. Eitt nú verur alt ov lítið játtað til marknaðarføring uttanlands. Í sendingini Bismaranum verður spurt KANN ferðavinnan gerast ein vinna, sum búskaparliga ger mun eitt annað bein at standa á Fólkatalið er minkað nógv í Suðuroy seinastu 20 árini og í dag er arbeiðsloysið rættiliga stórt. Spurningurin er tí, um tað ber til at menna oynna aftur, millum annað við tí tilfeingi, sum er til taks Ein burðardygg mennigarætlan fyri Suðuroynna var heitið á eini ráðstevnu í Øravík 2. apríl við fyrilestrum,orðaskifti og verkstovum. Agenda 21 stovan og Føroya Kommunufelag skipaði fyri. Henda ráðstevnan var grundarlagið undir Bismaranum og kjakinum í sendingini. Aðrastaðni hava heilsuverk slíkar listar. Danska sjúklingaumboðið Patientombuddet hevur eisini lista yvir avgerðir, sum eru kærdar um heilsustarvsfólk. Hetta verður partvíst gjørt fyri at tryggja sjúklingar og fyri at góðskutryggja heilsuverkið. Heilsustýrið hevur mett, at øll tey, sum standa á listanum, kunnu halda fram at arbeiða. Eingin teirra fremur sostatt virksemi, sum er óforsvarligt ella vandamikið. Um so var, hevði Heilsustýrið tikið autorisatiónina frá teimum. Á listanum eru altso starvsfólk í heilsuverkinum, sum hava gjørt mistak ella mistøk. Men Heilsustýrið hevur álit á, at tey kunnu broyta praksis, soleiðis at mistøkini ikki skulu verða endurtikin. Lurtið eftir sendingini Bismaranum. sendingini Bismarinum verða foreldur, pedagogur, skúlastjóri og lærarar spurd, hvussu tey kunnu hugsa sær skúlan í framtíðini Hvat eru tey ikki nøgd við og hvat kundi verið øðrvísi við skúlanum Lurtað eftir sendingini Bismaranum. Roknskapirnir hjá Smyril Line verða umrøddir, og kjak er um mentunarverkløg, nú sandoyingar og suðringar fáa almennar pengar, men Atlantis og Mentanarhúsið í Fuglafirði ongan góðan eigur. Hvussu ávirkar kyksilvureitran í grind læringina og menningina hjá børnum, spyrja vit sálarlækna. Eisini hava vit eitt politiskt kjak um pensjónsnýskipanaruppskotið. Eisini er kjak millum ølfjeppara og avhaldsmann, nú løgtingið helst fer at loyva føroyingum at bryggja og innflyta sterkt øl í Føroyum. Bjørn á Heygum og Hans Trúgvi Teirin, advokatar, meta um uppskotið til Stjórnarskipan Føroya, nú sundurlyndið tykist valda í løgtinginum. Sátt og semja hevur verið lyklaorðið, men nú mæla tríggir floksformenn frá, at uppskotið kemur til 2. viðgerð í løgtinginum. Løgtingið hevur eisini við 18 atkvøðum fyri og tólv ímóti, samtykt við 2. viðgerð, at tað skal verða loyvt at innflyta og bryggja sterkt øl í Føroyum. Hoyr teir báðar, Hera Petersen, øl fjeppara, og Hjalmar Hansen, aðalskrivara í Bláa Krossi siga sína hugsan um avgerðini hjá løgtinginum. KJAK Johan Dahl vil hava, at strandfaraskipini verða undantikin, tá arbeiðssteðgur er. Kunnu partarnir ikki fáa tað upp á pláss, er landsstýrismaðurin sinnaður at gera tað við lóg. Høgni Hoydal, formaður í tjóðveldi, er harðliga ímóti, at politikarar gera seg inn á grundleggjandi rættindi hjá fakfeløgunum. GREINING Tað hevur ongan týdning fyri altjóða trygdina, eiheldur fyri Al Qaida felagsskapin, at Osama Bin Laden er dripin. Hann hevur verið týdningarleysur í fleiri ár, heldur Jan Lamhauge, bachelor í religiónsvísund og samfelagsfrøði, sum hevur granskað í islamiskum yvirgangsbólkum. Í sendingin verður tosað viðt tveir samfelagsfrøðingar, um vælferð og teir trupulleikar okkara samfelag rennur seg í næstu áratíggjuni. Tveir bankastjórar geva eisini til kennar, hví peningatovnarnir eru so ivingarsamir, tá talan er um at fíggja fiskiskip. Húsalánsgrunnurin skal vera ein nógv meira aktivur leikari á føroyska bústaðarmarknaðinum, heldur minnilutalandsstýrið. Hinvegin heldur Fólkaflokkurin, at grunnurin skal halda seg langt vekk frá kappingini við peningastovnarnar. Politiskt kjak millum Jørgen Niclasen og Hans Paula Strøm. Hvussu ætlar Kaj Leo Johannesen at stjórna Føroyum og loysa tey stórmál, ið hann sum løgmaður hevur sett út í kortið, eftir at samgongan er tødnað niður í eitt minnilutalandsstýri. Kaj Leo Johannesen er gestur í Eygsjón. Menn, sum eta nógvan fisk, er í minni vanda fyri at doyggja av blóðtøppi í hjartanum, og fyribyrgingin hesi seinastu árini gevur nú úrslit, tí talið av monnum, sum doyggja av hjartasjúkum er minkandi. Albert Marni Joensen, sum arbeiðir sum granskari og hjartalækni í Aalborg er komin fram til nógv áhugaverd úrslit í sínari drúgvu hjartagransking. Albert Marni Joensen var í útvarpsstovuni í morgun og tosaði um sína gransking. Tvørrandi áhugin millum læknar at søkja varastjórastarvið á Landssjúkrahúsinum reisir sjálvsagt spurningin um leiðslubygnaðurin er hin rætti. Tí fari eg nú saman við avvarðandi pørtum gjølla at viðgera hendan spurningin, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í tíðindaskrivi. Eg valdi at fylgja tilmælinum frá meirilutanum. Lítli áhugin fyri starvinum reisir fleiri spurningar, sum eg ynski at fáa lýstar og svaraðar, áðrenn onnur stig vera tikin. Sum eg segði við útvarpið, so snýr tað seg um at finna fram eina loysn, sum er minst líka góð ella betri fyri tænastuna til sjúklingarnar. Sum vanligt er í málum sum hesum, fari eg viðgera spurningin grundiga og gjølla saman við avvarðandi pørtum, eitt nú sjúkrahúsleiðsluni, Læknafelagið, Serlæknafelagið, Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar, Felagið Yngri læknar og øllum øðrum fakbólkum, sum starvast á Landssjúkrahúsinum. Í dýrdarveðri og við tónleiki og tiltøkum bæði innandura og uttandura, var nýggja mentanar og tónleikahúsið Harpa í Reykjavík alment tikin í nýtslu leygardagin 20. august. Harpa telur 4 konserthallir, ráðstevnuhølir, framsýningarmøguleikar, matstovur, eins og serhandlar við tónleiki og designi. Harumframt eru venjingar , backstage og starvsfólkaumstøðurnar í serflokki. Tað er føroyski arkitekturin Ósbjørn Jacobsen, ið vegna teknistovuna Henning Larsen Architects, hevur staðið á odda fyri byggingini. Vit hava gjørt hesa reportagu frá degnum Altjóða kanningar vísa, at av øllum kynsligum ágangi móti børnum, ið onnur fáa kunnleika um, verður ein triðingur framdur av øðrum børnum og ungum. Barnabati setir fokus á kynsligan ágang, ið børn og ung fremja móti øðrum børnum, og skipar fyri skeiði. Skeiðið er ætlað øllum, ið arbeiða við børnum og ungum og gjørt til at hesi starvsfólk fáa nýggjastu vitanina og neyðugu amboðini, soleiðis at tey kunnu fyribyrgja kynsligum ágangi frá øðrum børnum. Samskiparin hjá Barnabata, Alis Simonsen, sigur, at ongar kanningar eru gjørdar í Føroyum. Men tey í Barnabata rokna við, at støðan lutfalsliga er tann sama her sum í okkara grannalondum. FM 204 tosaði við Alis Simonsen seinnapartin í dag. FM í Spurnarkapping var ein cupkapping, við fjórðingsfinalum, hálvfinalum, og finalu. Luttakararnir dystaðust umvegis telefon. Í finaluni vóru sjey umfør við blandaðum evnum, allar kappingarnar frammanundan høvdu fimm umfør. Suonabanda úr Riolunato spælir ymsastaðni í Føroyum hesar dagar. Í kvøld er Norðurlandahúsið á skránni, men áðrenn tað gekk leiðin inn í Kringvarpshúsið, har spælimenninir úr Norðuritalia spældu live. Uppi í køkinum sat italski føroyavinurin Gianfranco Contri til borðs og át matin, sum italska matstovan Toscana borðreiddi við. Vertirnir fingu eisini ein smakk. Í samband við fótbóltslandsdystin millum Føroyar og Italia, varð skipað fyri italskum seinnaparti í FM 204. Lurtararnir kundu vinna atgongumerki til dystin, umframt landsliðstroyggjur. Og uppi í køkinum var rokan í fjøruni. Í seinna parti av tí, ið verður lagt út her á heimasíðuna, hoyra vit eisini eitt italskt orkestur spæla live. Bæði malargrót og grann verða nýtt í tilgerðini av hummaranum, ið verður hitaður í einari klokku, bólti, og afturvið eru skorpur við frískostakremi, pyntað við krøkju. Lættroyktur hummari er best umtókti verðurin í ár, sigur Leif Sørensen. Í samrøðuni greiðir Leif eisini frá sónvarpsætlanini, ið skal lýsa møguleikarnar í norðurlendskum mati. Játtan er fingin til vega. Virusið kann tó eisini staðfestast í tarmunum. Hetta er eitt prát við kvinnulæknan Katrin Kallsberg, um HPV virus og áhugan hjá føroyskum kvinnum at lata seg koppseta. Læknin sigur, at vitanin broytist alsamt. Tað hevur verið hildið, at bara ungar gentur eiga at lata seg koppseta fyri HPV, men hesum er ein farin burtur frá nú. Kallsberg sigur, at eisini drongir og menn eiga at fáa tilboðið. Hetta vísir gransking. Ilt er at siga, nær HPV virusið brýtur út um tað brýtur út. Til dømis kann ein verða fongdur á ungum aldri, men ein møgulig kyknubroyting kann tíðum ikki staðfestast fyrr enn nógv ár seinni. Kostnaðurin er 3.600 krónur fyri tríggjar koppsetingar, ið verðu givnar í einum tíðarbili á eitt hálvt ár. Jústinus Eidesgaard sigur nógv áhugavert og hugvekjandi í samrøðuni. Til dømis tosar hann um javnvág í menniskjanum og at vit øll hava eina mannliga og eina kvinnuliga síðu. Jústinus heldur, at um ein hevur stóra trongd at vera saman við kvinnu, við tí endamáli at vera lukkuligur, merkir tað ójavnvág Men fyri tað havi eg hug at liva saman við konuni. Mín eydna má bara ikki vera avhengig av einum øðrum menniiskja, tá er tað ikki verdugt, sigur Jústinus Eidesgaard Hoyr aðrar rúmligar áskoðanir Jústinus her. Jogalærarin Hildur Eyðunsdóttir er í Heita Stólinum í FM 204. Hildur er væl kend sum býráðspolitikari í Havn, men í dag fyllir joga sera nógv í hennara lívi. Í dagsins sending svarar hon nøkrum persónligum spurningum. Hon sigur, at endamálið við joga er at samaneina sinn, kropp, og sál. Egoið forðar fyri, at ein kemur í samband við sál sína. So, tað er ein spurningur um javnvág og fokus. Jákup Suni Berg starvast sum vegleiðari í venjingarhøli. Har undirvísir hann í likamsrørslu og sunnum vanum, men tað eigur ikki at vera blandað saman við hansara egnu lívsførslu og vanum. Jákup Suni sigur, at tí at hann er vektlyftari, eru aðrar treytir galdandi fyri hann um hann skal hava ein kjans í kappingini um at vera Føroya sterkasti maður. Tá skulu nógvar kaloriur niðurum. Elin í Stórustovu vitjaði Jákup Suna Berg á arbeiðsplássinum og fór síðani við honum oman í pylsuvognin á eystaru bryggju. Lurti her. Samkoman Lívdin hátiðarheldur 10 ára dagin um vikuskiftið. Og tað er í tí sambandi, at vit hava hitt Jógvan til eitt prát. Tað er ok, ikki at vera ok sigur Jógvan, sum sipar til, at ongin er fullkomin, sjálvt ikki ein samkomuleiðari. Hoyr samrøðuna við Jógvan Zachariassen her. Justinus skrivaði soleiðis á Facebook Nú hugsar onkur hasin helligi fanin. Og tað eru í morgin 20 ár síðan eg tók mín seinasta snaps og nakrar aðrar, sum ikki vildu liggja og varð koyrdur ristandi og sveittandi vestur um Velbastaðháls, 33 ára gamal og totalt invalideraður av alkoholismu. Undrið er, at tað hevur ikki verið neyðugt at rúsa meg síðani. Og hetta er for stórt til at haldast privat. Vit hittu Jústinus til eitt prát um alkoholismu og tað at leggja av at drekka. Heimasandskvinnan Durita Holm býr í Suðurspania. Samrøðan er býtt í tríggjar partar. Eitt er prátið um føroyingar, annað er um støðuna í Spania, har fíggjarkreppan er ógvisligari enn her. Og vit tosa eisini við Duritu Holm um menniskjuna sum heild. Hon er útbúgvin mannfrøðingur og heldur, at í hvørjum okkara býr bæði gott og ilt. Í samrøðuni verða tvey poppløg nýtt. Durita Holm fer aftur til Spania leygardagin, hon hevur verið í Føroyum síðan á ólavsøku. Ann Askham sigur, at vit ikki kunnu leita eftir kærleikanum. Hann er í okkum, eins og alt annað guddómskent kemur innanifrá. Hon heldur, at vit leggja ótta í børn okkara, tá vit siga frá himmali og helviti. Ístaðin áttu vit at givið teimum kærleika og virðing. Ann Askham sær ikki synd sum nakað skaðiligt og neiligt. Rotta kom til Føroya fyri umleið 250 árum síðani, og í dag eru 11 av 18 oyggjum rottufríar. Tað eru serliga oyggjarnar, Skúvoy, Mykines og Nólsoy, sum skulu verjast ímóti rottu, tí her finst nógvur fuglur. Serliga eru tað lunda og drunnhvítastovnarnir, sum eru viðbreknir. Rotta er eitt skaðadjór, og hon hevur stóra ávirkan á eina oyggj. Vit vita, at lundastovnurin í Viðoy minkaði rættliga nógv, tá ið rotta kom í oynna sigur Sjúrður. Í fyrstu syftu mælir hann til, at fólk hyggja eftir og boða frá, um tey síggja rottu, soleiðis at hon ikki fær frið at nørast. Eitt er rotta, men ketta er eins stórt skaðadjór fyri ein fuglastovan, sum rotta. Ketta tekur ikki bert egg og ungar, men vaksnan fugl, og tað er meira oyðandi fyri ein fuglastovn, enn rotta sum bert tekur egg og ungar sigur Sjúrður Hammer. Í Svínoy og í Skúvoy hevur ongantið verið ketta, og í Nólsoy hava fólk kettu, men summi teirra hava hana bert inni. Frágreiðingin og tilmælið um, hvussu fyribyrgjast kann, at rotta spjaðir seg í Føroyum, verða almenn fyrst í september. Uni Arge greiðir frá, hvussu tað var at gevast við fótbólti á hægsta stigi, og um broytingarnar í lívinum frá ungdómsárum til miðaldur. Í dag sær hann tað mesta í fortíðini sum lærdóm og royndir, sum hann kann nýta nú. Uni Arge greiðir eisini frá tónleikinum, sum hann hevur spælt síðan tannárini. Og vit hoyra nýggja sangin. Serliga eru tað fólk við bústaði í Tórshavn, ið hava keypt sær grundstykki til frítíðarhús við Gjógv. Men ikki øll koma úr høvuðsstaðnum. Tvørafólkini Kári Niclasen og konan Anja byggja frítíðarhús í bygdini við teimum mongu ferðafólkunum og vøkru náttúruni. Fornagarður er ein útstykking til 19 frítíðarhús, ið eisini kunnu nýtast sum heilárshús. Vit hava prátað við Kára Niclasen, hvørs mamma var frá Gjógv. Tí kennir hann seg ikki fremmandan í bygdini. Listakvinnan Hansina Iversen ynskir, at børnini skulu fáa Føroyar inn í sálina, og er tí flutt aftur til Føroya saman við manni og børnum. Hansina hevur búð uttanlands, síðani 1988. Hon hevur búð bæði í Íslandi, Finnlandi og Danmark. Hansina fer at leita sær eftir einum atelieri at mála í og ætlar at vera virkin í listarliga umhvørvinum í Føroyum. Hansina harmast um, at Listasavnið er sjálvsognarstovnur og fer saman við øðrum at arbeiða fyri at fáa politikarar at gera lógir fyri Listasavnið. Hesar lógir skulu fylgjast, óansæð hvør tað er, sum starvast í Listasavninum. Lógirnar skulu tryggja, at listin, sum er landsins ogn, verður varðveitt á forsvarligan hátt. Í morgin kl 15 letur listaframsýning hjá Hansinu Iversen upp í Steinprenti á Skálatrøð. Framsýningin er opin til 7. september. Í sambandi við framsýningina kemur listabókin Undurfullur ræðuleiki út, sum Inger Smærup Sørensen hevur skrivað um Hansinu Iversen Tey trý Kirstin Hentze, Schønning Eysturoy, og Jóhanna Erlendsdóttir Persson gingu í sama flokki í Hoydølum og avgjørdu at fara at fjakka saman, tá tey høvdu fingið húgvuna. Í oktober í fjør byrjaði minniliga ferðin. Tey eru sera hugtikin av pyramidunum í Meksiko, náttúruvakra Guatemala við ríka djóralívinum og so er tað býurin, sum aldrin svevur, New York. Har eru so nógv fólk, og har hendir okkurt allastaðni. Eisini greiða tey frá, hvussu tað er, tá man fær brúk fyri lækna í Meksiko. Betina Frederiksberg er kend sum av og á greinaskrivari í Norðlýsinum, har hon lýsir sosial og samfelagslig fyribrigdi á sín heilt serliga hátt. Eisini kenna nógv hana frá Facebook, har hon ikki smæðist burtur. Eitt nú dámar Betinu Frederiksberg at vísa hinum feysbukkarunum myndir frá matgerð síni, og matgerð er eisini eitt evni í Heita Stólinum hesaferð. Hetta er eitt aftursvar til eina grein, sum løgtingslimurin Bill Justinussen hevur skrivað. Í stuttum sigur Bill, at fiskifrøðingar hava fingið ov stórt vald, og at allur politikkur er lagdur í teirra hendur. Hann heldur, at tað er ein máttur uttan fyri mannavísindina. Hetta er fallið Arna Zachariasen, gudfrøðilesandi og formanni í Dialogos, fyri bróstið. Arni heldur, at Bill við sínum lesarabrævi er við at máa støðið undan vísindaligu granskingini av skaparverkinum. Arni Zachariasen heldur eisini, at Bill Justinussen mælir til ómoralska handfaran av Guds gávum. Hoyr kjakið millum Arna og Bill her Tað var á Summarfestivalinum, at 19 ára gamli Emil Bjarnaskor av Viðareiði fekk okkurt ókent rúsevni, sum hevur skatt hann so mikið, at hann lá í óviti leingi. Emil er vaknaður, men hann er ikki førur fyri at flyta seg nakað serligt, tó so, hann er við fult vit og fær flutt annað beinið og armin. Læknar hava staðfest, at hann hevur fingið ein blóðtøpp í heilan, men tað er ikki staðfest, hvat rúsevni hann hevur fingið. Tá ið Emil verður nóg birgur, verður hann sendur til eina uppvenjingarmiðstøð í rhus. Hoyr samrøðuna við Mariann her Baldur H. Bjørnsson flutti úr Reykjavík til Nólsoyar fyri tveimum árum síðani. Baldur lesur samfelagsvísindi á Fróðskaparsetrinum og siglir dagliga millum Havn og Nólsoy. Fyrimunirnir við at búgva í Nólsoy framum Reykjavík er, at tað er meiri persónligt, fólk eru blíð við hvønn annan og hava betri tol við hvørjum øðrum. Baldur ætlar at verða búgvandi í Nólsoy, har hann trívist sera væl. Í samrøðuni verður tosað um bygningarnar á hesari myndini frá 1967, og tað virksemið, sum var í teimum. Men eisini annað verður tikið fram. Nomið verður við virksemið longri úti móti Boðanesi. Har vóru ruskpláss og svimjihylir lið um lið, og tað var eisini har, Birgar og hini børnini fiskaðu seið. Birgar upplýsir, at økið, har Tórsbreyt er í dag, fram til 1941 varð nýtt sum ruskpláss nevnt Køsturin. Bókin Havnin fyrr og nú hjá Birgari Johannesen gav íblástur til hesa samrøðu. Ein onnur mynd er í bókini, sum vísir, hvussu har sær út í dag. Heili 52 konur í Nólsoy binda pløgg, gera góðgæti, súltutoy, heimagjørd kort við glansbíløtum og ymsar lutir úr horni, sum tær selja í gamla handlinum Pakkhúsið . Sølan gongur væl, og teimum dáma sera væl at vera í handlinum á Ovastevnuni Ove var altíð í fjøruni, hann livdi í fjøruni sum barn, sigur mamma hansara Vina Joensen. Ove royndi tríggjar ferðir at rógva til Danmarkar, fyrstu ferð í 1984, aðru ferði í 1985, og í 1986 eydnaðist tað honum at fremja hetta megnar bragd. Hansara ynski var at geva børnunum í Nólsoynni ein svimjihyl, og nú roynir bygdafólkið at gera hansara dreym til verulleika. Mamman ynskir so inniliga at hetta ynskið hjá sonunum Ova verður til verulleika Eg havi altíð haft hug at fara niður í kjallarnar at gera modellskip sigur Hergeir, sum byrjaði at gera modellskip umborð á línuskipinum Grími Kamban, meðan hann fiskaði í Grønlandi í trýssunum. Framsýningin við hondgjørdum træmodellum hjá Hergeiri verður í Látrinum, og har fer Hergeri at sýna fram modellir av bæði sluppum, trolarum og víkingaskipum. Hoyr samrøðuna við Hergeir her Birgir hevur á sínari Facebook síðu skrivað eina áheitan til fólk, at endamál Watsons er at halda lív í framhaldssøguni Whale Wars . Typecasting og leiklutir eru skrivaðir. Hetta er ikki dokumentarisma, men undirhald, jú ógvusligani, jú betri. Yppið øksl og latið sum onki. Myndir Watsons lúgva meir enn túsund orð Birgir heldur, at vit skulu ansa væl eftir, bæði hvussu tað privata og tað almenna fyriheldur seg til Watson og hansara lið. Endamál Watsons, er at sleppa fortelja ta forferdiligu søguna, um hesu forferdiligu fólkini, sum avlíva hetta fitta djórið, sum bløðir so forferdiliga illa sigur Birgir. Hansara boðskapur er í stuttum Yppið øksl. Hoyr samrøðuna við Birgir her Støðugt blóðsukur gevur betri lívsgóðsku. Fyri at blóðsukrið ikki skal sveiggja ov nógv, kann man eta fleiri máltíðir og lata vera við at eta seg um rygg, sigur Debes Christiansen. Fyri tveimum árum síðan gavst Debes Christiansen at eta góðgæti dagliga. Og nú gagnast tað honum illa, tá hann etur ov nógv av tí søta. Birgar Johannesen greiðir í innslagnum frá Havnini fyrr og nú, við denti á Vaglið og Glade Hjørn. Tað var har alt fólkið kom og øll ferðslan gekk, tí hvørki Strandarvegurin ella aðrir størri vegir vórðu gjørdir tá. Birgar sigur, at vit eru heppin, tí einaferð var ætlanin at taka allan býlingin á Reyni niður. Myndin er úr bókini Havnin Fyrr og Nú, sum Birgar Johannesen skrivaði. Jóna Østerø og Adeleid Olsen hava seinastu fýra mánaðarnar ferðast í hesum fýra heimspørtum Europa, Asia, Australia og Amerika. Sum frá leið fóru tær at leingjast eftir føroyskum rugbreyði og fiski, og lovaðu ongantíð aftur at grenja um tað sum mamma setir á borðið. Samrøðan varð gjørd til táttin Heiti Stólurin í FM 204. Maud Wang Hansen er forkvinna í Pedagogfelagnum. Í Heita Stólinum nerti hon við nógv hugvekjandi evni. Til dømis vildi hon vera við, at størsta forðingin fyri heimsfriði er politisk og tjóðskaparlig sundurskiljing frá øðrum londum og fólkum og átrúnaðarligt sjálvrættvísi. Maud Wang Hansen segði, at í henni býr ein kærleiki, sum bara veksur. Lurta her og hoyr hana greiða frá ymsum øðrum, til dømis at hon kendi veruligt, lemjandi máttloysi, tá hús hennara brunnu í grund. Í løtuni hevur Pál summarfrí í tvær vikur og er júst heimkomin av eini ferð saman við damuni Maluni Vitalis Bærentsen í eina viku. Tey eru væl nøgd við ferðina, og Malan sigur, at hann gevur eisini henni alt tað, hann kann. Pál fer suður við Smyrli seinnapartin, og síðani verður veitsla heima hjá Páli. Komandi fríviku ætlar Pál at vera nógv saman við vinmonnunum. Vangamyndin hjá Páli er nú at síggja á danskari OL heimasíðu, og hann fer eisini at svimja fyri Danmark á Olympisku Leikunum í London í 2012. Hansara stóri dreymur er at sleppa at svimja fyri Føroyar á OL 2016. Ein dagin fyri trimum árum síðani spældi níggju ára gamli Ási úr Vestmanna úti í kavanum. Mitt í øllum fekk hann ógvusliga pínu í skinnabeinið, og henda ræðuliga pína hvarv ikki aftur. Ási fór til lækna og eftir nógvar kanningar varð staðfest, at hann hevði fingið eina sjáldsama krabbameinssjúku í beinagrindina. Krabbameinsviðgerðin var bæði drúgv og hørð. Ási mátti taka 15 kemoviðgerðir, 30 stráluviðgerðir, umframt at hann mátti ígjøgnum eina fimm tímar langa skurðviðgerð í skinnabeininum. Nú trý ár seinni kunnu læknarnir staðfesta, at krabbameinssjúkan er steðgað. Hoyr samrøðuna við Ása og mammuna Ellu her Tað var ein ferðsluvanlukka á vestmannavegnum fyri 15 árum síðani, sum fekk Øssur at taka ta avgerð, at okkurt mátti gerast við ta óskipaðu náttarkoyringina, sum var millum Havnina og Vestmanna. Hann keypti ein gamlan buss, gjørdi hann ístand og fór at koyra náttarbuss um vikuskiftið millum Vestmanna og Havnar. Undirtøkan hevur verið góð øll hesi árini og rættligani nógv fólk hava nýtt henda ferðslumøguleikan. Hoyr samrøðuna her Patricia Kristiansen nemur sær alsamt størri vitan um átiligar plantur í alskyns bókum. Í hesari samrøðuni greiðir hon burturav frá turkaðu plantunum bótarurt, soppum, myntu, kørvel og rølik. Hóast húsvognurin hjá Róa ristist, og tjaldið datt niður, halda hann og Rúni, at regnið á Summarfestivalinum ikki órógvar nógv. Teir hava ov mikið av turrum klæðum við og njóta at ganga runt og práta við fólk og lurta eftir tónleikinum. Best dámar teimum DAD. Trý ættarlið eru saman farin við báti á summarfestival. Sonurin ger mat, versonurin trillar yngstu dóttrina, meðan mamman og omman tosa við FM204. Familjan hugnar sær við góðum mati, gongutúrum og góðari samveru. Teimum dáma væl serliga stemningin á Summarfestivalinum Tá FM204 hitti Paula og Suffíu í Baðilandinum í Klaksvík, vóru tey bæði saman í baðilandi við hinum pápunum og børnunum, meðan mammurnar smurdu breyð til tey tá tey komu aftur úr svimjuhylinum. Felags fyri hesar fýra familjur er, at allir páparnir eru sjómenn, og tí er tað bara annaðhvørt ár at teir kunnu vera við á Summarfestivalinum. Suffía heldur at tað er stuttligari at vera á summarfestivali tá bæði foreldrini eru við Bobby Bare er heimskendur country og western sangari. Hann greiðir frá, at Skeeter Davis var eitt frálíkt menniskja og at tað var stuttligt at syngja saman við henni. Bobby Bare sigur, at hann hevur havt eitt gott lív. Hann spælir ikki stóru konsertferðirnar longur, men ístaðin einstakar konsertir og festivalar. Hann býr í Texas og vitjar annaðhvørt ár Europu. Í Føroyum eru kendastu løgini Detroit City, 500 Miles, og Four Strong Winds, og I Love You og A Dear John Letter, sum hann syngur saman við Skeeter Davis. Vit hittu hann til eitt prát. Súsanna Vígdá hevur klænkað seg nógv. Hon greiðir frá, at nógv arvað atferð hevur sitið í fitanum. Hetta hevur hon viðgjørt í terapi og slept. Hon tekur undir við, at vit verða fødd sum originalar og doyggja sum kopi, um ein ikki ger tilvitaðar broytingar. Í sendingin tosar hon millum annað eisini um ræðsluna hjá fólki fyri tí ókenda. Súsanna Vígdá spyr, hvat ræðandi er í, at ein abbi kemur framvið við nøkrum góðum ráðum. Eisini annað áhugavert verður umrøtt í samrøðuni. Trý tónleikabrot eru við. Malan Mikkelsen úr Havn hevur, alt tað hon minnist, havt trupulleikar við maganum, hóast hon hevur livað sunt og etið vanligan kost. Í mong ár hevði heilsustøða hennara neiliga ávirkan á lívsgóðskuna, og læknarnir dugdu ikki at siga, hvat henni bagdi. Ikki fyrr enn ein blóðroynd varð tikin fyri trimum árum síðan, fekk Malan at vita, hví hon hevði verið so sjúk. Gerandisdagurin bleiv kollveltur frá tí degi, tí tað vísti seg, at Malan hevur cøliaki. Hetta merkir, at hon ikki toli gluten, sum er at finna í ymsum kornsløgum. Hetta gevur eisni Maluni ávísar avbjóðingar í gerandisdegnum Bretski blaðmaðurin á The Times heldur tað vera áhugavert, at ein oljumaður í Bretlandi spælir rokk í Føroyum. Talan er um Graham Stewart, sum dagliga starvast í oljuvinnuni í Bretlandi, og sum í hesum døgum venur við 70 ara bólkinum Hjarnar til konsertina, sum verður á Summarfestivalinum leygarkvøldið Teir tríggir leikararnir Jógvan Salomon Joensen, Geir á Lofti og Nikolej Falck greiða frá, hvussu teir reageraðu, tá teir sóu hesar naknu menninar renna framvið Barbara er væl nøgd við ferðina í Suðuramerika. Tað hevur verið læruríkt at hitta aðrar mentanir og síggja, hvussu onnur fólk liva. Barbara heldur, at hon er vorðin meiri sjálvstøðug av at ferðast hesar 10 mánaðirnar Guðrið Hansdóttir heldur, at umhugsni og fjølvirkni er styrkin hjá kvinnum, samanborið við menn. Hon heldur, at synd og mistøk eru til og at ein tíbetur kann læra av báðum. Kendi sangarin ætlar sær at spæla konsertir í summar, men eisini fer hon til Onglands ein túr uttan gittara og uppgávur. Vit vitja heima hjá Astrid McDonald í Havn. Tríggjar standmyndir verða viðgjørdar, umframt tríggjar av teimum fýra, sum hon í hesum døgum sýnir fram í Listasavninum. Ólavsøkuframsýningin letur aftur sunnudagin. Í samrøðuni verður serliga tosað við atliti til tað nakna úttrykkið, sum Astrid oftast nýtir. Men umframt sensuellar kvinnur og kærleiksstøður, hevur hon eisnini humor sum myndaevni. Sjálv sigur hon, at tað serliga eru menniskju, sum inspirera hana, og at ein ikki eigur at leggja ov nógv í myndaevnini heldur ikki, um onkur politisk tilsiping sníkir seg inn. Fyri 23 árum síðani broyttist lívið hjá eiðismanninum Heina Festirstein. Hann var við í álvarsamari bilvanlukku, ið millum annað førdi við sær, at hann í dag situr í koyristóli. Hóast umstøðurnar hjá fólki, ið bera brek, eru batnaðar seinastu árini, er framvegis langur vegur eftir. Í innslagnum greiðir Heini Festirstein frá um ferðsluóhappið, ið broytti honum lívið, og í hvønn mun ein jaligur hugburður hóast mótgongd, er avgerandi fyri eina dygdargóða lívsgóðsku Gissur Patursson greiðir í siendingini eisini frá muninum á kynunum, og hvar hann kennir seg mest máttleysan og bangnan. Hann heldur avjgørt, at synd er til og at trúgv kann flyta fjøll. Ann Mikkelsen heldur, at Vágsbotnur er sera hugnaligur í dag. Í barndómi hennara vara so friðarligt í Havn, at ein kundi lakka Paradís á Áarvegnum eftir arbeiðstíð. Hon minnist allar fullu menninar á ólavsøku fyrr, men ikki kvinnur, tí tær drukku lítið tá í tíðini. Ann Mikkelsen fær nógvar gestir á ólavsøku, tað er vorðið ein siðvenja. Herfyri skipaði Rotary í Klaksvík fyri samkomu úti Grøv í Klaksvík fyri fólkum, hvørs felagsnevnari var at tey høvdu verið skiftisnæmingar í USA og nøkur teirra í Australia. Vit vóru á staðnum, og skiftu orð við Anders Bøgesvang, Anitu Bringsberg, Rana Hansen, Palla Ziskason, Honnu Ziskason og Nikolinu Olsen. Serliga tá eg eri í veitslu, spyrja fólk, hví eg ikki eti allan matin á tallerkinum, og tað kann verða strævid. Soleiðis greiðir Karin Meyer frá, sum hevur eina tarmsjúku, ið førir við sær, at hon ikki kann eta eitt nú kjøt, rugbreyð, egg og piparfrukt. Í innslagnum greiðir Karin Meyer frá, hvussu sjúkan setir krøv til hennara kostvanar. Palle Julsgart hevur ein stóran, vakran og spennandi urtagarð, ið er innrættaður við fleiri rúmum , er á tremur við sjáldsomum listarverkum, eins og eitt nú appelsinir, bananir, sitrónir, tomatir og kaffi vaksa í drívhúsinum. At vera samkyndur í Føroyum er ikki so ringt, sum nógv vilja vera við. Tað heldur Høgni Min , sum er 18 ára gamal, samkyndur og skrivari í LGBT Føroyar. Hetta er ein rørsla, sum varpar ljós á samkynd, tvíkynd og transpersónar í Føroyum. Í samrøðuni fortelir Høgni Min eitt nú um ta ferðina, hann fortaldi foreldrunum, at hann er samkyndur. Gynækologurin Katrin Kallsberg kunnar í innslagnum um HPV virus. Tað eru serliga fýra HPV virus, sum elva til kyknubroytingar í undirlívinum, ið kunnu hava krabbamein sum fylgju. Fyrr varð sagt, at kvinnur upp til 26 ár áttu at lata seg koppseta, men hendan vitanin er broytt. Kallsberg sigur, at nú er staðfest, at kvinnur eiga at lata seg koppseta óansæð aldur. I samrøðuni verður eisini nomið við kostnað, og at menn eisini fáa HPV virus. John Lennon lagið Woman býtir samrøðuna í tvey. Um tíggjuáraskiftið 60 70 varð Diskotekklubbin í Havn stovnaður. Tað var ein limaklubbi, har øll yvir ein ávísan aldur kundu koma í dans. Tilhaldsstað var onnur hædd í Havnar Klubba inngongdin var í túninum í norðara enda av klubbanum. Í so máta er onki broytt, tí ungdómsdiskotekið í býnum heldur framvegis til í somu hølum, men nógv annað er tó øðrvísi í dag. Tónleikurin er als ikki tann sami, dansifólkið er nú rættiliga tilkomið og kemur onnur støð, og plátuvendararnir eru nakrir heilt aðrir. Men leygarkvøldið hendir so tað, at teir tríggir diskotekklubba DJ ararnir, Sonne Smith, Gissur Patursson, og Tummas Jacobsen, eisini kendur sum Tummas í Radiohandlinum, fara til diskarnar aftur. Diskotek Deep, sum Diskotekklubbin nú eitur, hevur heitt á teir tríggjar veteranarnar, um at skipa fyri einum sjeytiárakvøldið leygarkvøldið. Hetta helt FM 204 vera somikið áhugavert, at vit settu teimum trimum stevnu á Hvonn. Í samrøðuni greiða teir millum annað frá tíðini og umstøðunum. Eisini ferðaðust teir á bygd saman við Go go gentum. Elefant ølin var altið við teimum. Heiti Stólurin setur einum gesti persónligar spurningar. Hesaferð vitjar Sólbjørn Thomsen í Havn, sum í 26 ár starvaðist hjá Málingahandlinum Vøruhúsinum á Hjall, men nú er vorðin ein deildarleiðari hjá Bygma Balslev. Fyri tað mesta hevur talan verið um gospel sang, men Bjarta Arge Olsen hevur hug at syngja alt møguligt sum vit eisini hoya her í innslagnum. Aldan er vælkent lag hjá Anniku Hoydal, sum Holgar Jacobsen hevur umarrangerað, og hitt lagið, Slættanes, eigur Holgar sjálvur. Bæði Bjarta og Birita hava foreldur, ið vuksu upp á Slættanesi. Samstarvið millum hesi trý byrjaði í gittarundirvísingini hjá Holgari Jacobsen. Hann undirvísir í Vágum, men er annars kendur sum bæði solistur og ein av Holgari og Villmonnum, umframt at verða blivin fastur limur í Tinganest. Tær mugu taka okkum sum vit eru, sigur miðvingurin John Johansen tá hann verður spurdur hvussu menn fyrireika seg til Vestanstevnu. Menn eru altíð glaðir tá konufólk gera eitt sindudr burturúr, men um menn gera ov nógv burturúr, verður man bara kallaður playboy. Tó eitt sindur av gele í hárið og einar nýggjar cowboybuksur ella blus kann tað altíð blíva til Ein standmynd verður sunnudagin avdúkað í túninum í Beitinum í Miðvági, har Mikkjal Dánjalsson á Ryggi vaks upp. Í hesum sambandi hava vit tosað við ein mann, sum minnist Mikkjal á Ryggi. Tað er Gullberg Gullfoss, sum í dag býr í Hoyvík. Í urtagarðinum hjá Patriciu Kristiansen veksur korriander. Patricia heldur at korriander minnir um náta, og at tað má vera onkur olja í korriander, sum minnir um oljuna sum er í feittinum í náta. Í urtagarðinum veksur eisini grønkál, sum tolir væl vind, reyðkál, blaðsellarí, reyðleykur, grønleykur, oregano, citrónmelissa, mjaðarurt, kamilla, persilla, vanligur leykur, spinat, radisur og karse. Unga Havnagentan Bjørt Katrinardóttir Kragesten, hevur hesi síðstu trý árini lisið í London. Nú ynskti hon at koma burtur frá gerandisdegnum og uppliva nakað annað. Hon hevði ongantíð verið í Asia, og vildi eisini royna at meditera. Bjørt ferðaðist einsamøll, tí tað hevði hon brúk fyri, og tað var eisini ein størri avbjóðing Havnakvinnan Gwøðni Miriam Gunnarsson er 25 ára gomul og ætlar at royna seg aðrastaðni í Norðanlondum. Tað var mest sum av tilvild, at hon uppdagaði, at hon hevði gávur á fotosíðuni. Hon sær seg sjálva sum sera visuella. Fróði Vestergaard vaks upp á Tvøroyri, men býr í Havn. Hann er kendur sum tónleikari í Deiggj og sum fyriskipari av tónleikatiltøkum fyri NLH, serliga Prix Føroyar. Myndin er hansara egna. Fleiri enn 2000 kvinnur hava teknað seg til árligu kvinnurenningina, sum verður 20 august, og setir føroyska kvinnurenningin luttøkumet í Norðurlondum. Hetta er triðja árið á rað, at skipað verður fyri kvinnurenning. Allar kvinnur kunnu koma og ganga og renna, eisini tær sum sita í koyristóli, og tær sum trilla barnavogn. Summar velja teinin á 2, 5 km og aðrar fara longra teinin, sum er 5 km Patricia Kristiansen greiðir frá hesum urtum meistaraurt, bjargahvonn, bakkasløkju, notu, jóansøkugræs og sýru. Allar hesar urtir vaksa í føroysku náttúruni, og innihalda nógvar vitaminir og mineralir. Í August fer fuglfirðingurin Helgi Midjord at taka ein fløgu upp. Hon verður spæld inn saman við Una R. Debess, Edvard N. Debess, og Rúna Højgaard. Stílurin er fólkakendur. Gunnar Hjelm greiðir í samrøðuni í Kaffikrókinum frá, hvat hann ger fyri at trívast væl og koma upp aftur á tað kropsliga vælveru og rørslustig, sum hann var á í nítiárunum. Eftir seinnu DM kappingina gavst Gunnar nevniliga við at taka sær av likaminum og tók 35 kilo uppá, sum hann so nú hevur mist aftur. Rørsla og serliga kostur er lykilin til vælveru fyri øll fólk, sigur Gunnar Hjelm í samrøðuni við Elin í Stórustovu. Eisini greiðir hann frá ymsum øðrum, millum annað hvussu tað var at taka lut í DM í Bodybuilding. Samrøðan varð send í FM 204 28. juni, myndin er tikin av Facebook síðunu hjá Gunnari Hjelm. Frits Johannesen heldur at vit skuldu havt ein mentanargrunn á 500 milliónir krónur. List eigur at uppraðfestast í skúlanum, og listafólk skukdu fingið løn fyri sítt arbeiði. At føroyingar elska málningalist, sæst aftur í heimunum í Føroyum, har list prýðir veggirnar. Formaðurin hjá ÍF Kappróður Dávur Juul fegnast um at hava rógvarar í aldrinum frá 12 til 50 ár. Hann sigur at styrkin hjá nevndini er at limirnir hava so ymsar dygdir. Dávur Juul ynskir at taka ímóti onkrum steypi á komandi stevnum Varmakelda skal vera fyri øll. Tað siga tær báðar Alexandra Georgsdóttir og Fridrikka Kjeld sum báðar eru í Varmakeldunevndi, tær halda at tað er eyðnast teimum í ár Hetta er 4. árið á rað at felagsmorgunmatur e í Mentunarhúsinum leygarmorgun fyri alt bygdafólkið. Bygdafólkið hava tikið hesa traditiónina til sín, og hvørt ár koma eini 600 800 fólk til morgunmatin. Arnfríð Vestergaard ynskir at fleiri útbúgvingar verða settar á stovn fyri kvinnur í Suðuroynni fyri at fáa kvinnur at støðast í oynni. Í løtuni eru nógvar kvinnur arbeiðsleysar,og tað harmast Arnfríð um. Burtursæð frá arbeiðsloysinum heldur Arnfríð at tað er gott at búgva í Suðuroynni. Arnfríð nevnir eisini útbúgvinar á alnótini sum ein møgulleika, tí hon veit longu nú um fleiri kvinnur sum nema sær útbúgving á alnótini. Fyrimunurin er at tær kunnu vera verandi heima saman við manni og børnum í Suðuroynni og samstundis fáa eina útbúgving Heili 41 miðnámsnæmingar á skúlanum í Hovi hava fingið studentsprógv, og hetta sostatt metár. Prátað verður við Henning Joensen, Beintu Jacobsen og Juttu Thomsen, sum lata sera væl at tíðini á miðnámskúlanum. Froðbiar sóknar róðrafelag arbeiðir við at fáa eitt nýtt 10 mannafar sum skal mannast av allari suðuroynni. Bjarni Hammer sigur at tey savna pengar saman til 10 mannafarið sum tey ynskja skal eita Suðuroyingur , og vóna at tað verður klárt tá venjingarnar byrja í heyst til komandi kappingarár Thorolf Dam tosar um mangt og hvat. Millum annað Tvøroyar Borðtennisfelag, sum hann stovnaði saman við øðrum. Um tíðina, tá fólkaatkvøðan var í 1946. Og eisini greiðir hann frá sangunum, sum mong okkara kenna. Tónleikurin er tikin úr innslagnum. Mynd Bjarni Johansen. Heiti Stólurin Ingi Sørensen sigur í samrøðuni, at politikarar uppføra seg sum kendissar og at summir bankastjórar eru ábyrgdarleysir. Birita Wardum, sum er føroyameistari í hondbólti, hugsar um, hvat hon etur. Nú etur hon nógv minnið sukur og hveiti, og meiri av ymsum grýnum, og til morgunmat fær hon sær greyt og grønmetisjuice. Starvsfólk í svimjihøllini í Gundadali hava í fleiri ár viljað havt heilsugóð tilboð í matstovuni til tey vitjandi, og tað hava tey nú fingið. Frukt í bitum gongur best í løtuni. Síðani tey hava fingið hesi nýggju tilboðiini, hava tey fingið nógv fleiri vitjandi, og Gudmundur Joensen, varaleiðari, sigur, at umdømið hevur alt at siga fyri svimjihøllina í Gundadali. Danin Knud Odde er annar framsýnarin á ársins Summarframsýning. Hann hevur fleiri stílir. Í FM 204 verður serliga prátað um tann partin, ið lýsir tað djúpa í menniskjanum. Millum annað vísir Knud Odde á tað ræðandi í at liva sum eitt menniskja í harmoni ikki at vera sum hini, men søkja innari virði. Í endanum av innslagnum verður eitt nýtt lag spælt, Sommernat i Torshavn. Knud Odde er umframt at vera myndlistamaður, eisini kendur sum tónlistamaður. Hann er fyrrverandi bassspælari í bólkinum Sort Sol. Í Føroyum kann man gera akkurát sum man vil, men í Suðuramerika má man ansa eftir øllum., sigur ungi havnadrongurin Baldur Meitil sum hevur ferðast í Suðuramerika í eitt lítið ár. Hann er sera væl nøgdur við ferðina, og sær nú Føroyar við heilt nýggjum eygum, og gleðir seg at njóta summarið í Føroyum Fyrsti gesturin í Heita Stólinum sigur frá sínum hugaheimi. Jóna Mortensen í Havn sigur millum annað, at omman hevði ein tann størsta týdningin í barndóminum. Hon heldur, at menn vanta empati og kvinnur tað øvugta, nevniliga ikki at vera so særbær. Er best at strekkja út eftir venjing soleiðis spyr lurtari fysioterapeutin Sigrun Danielsen. Hvat er Party Hour Spinning Elvira Thomsen og Linda Dam Jacobsen fara at royna hesa nýggju útgávuna av spinning, og siga sína hugsan um venjingartíman. Høgni Sloan Justesen og fitness instruktørur Philip Jacobsen koma eisini at greiða frá telefonprogrammunum Runkeeper og Candence. Og so fara vit aftur á vitjan hjá kókikonu okkara Oddvør Skarðhamar. Hesuferð fyri at gera hvítkalssalat til okkara vælsmakkandi grønmetisfrikadellurnar Lækni svarar lurtaraspurningi um hælspora, vit royna Jungle Sport, vit vitja enn eitt ókeypis úti venjingarstað, og so gera vit tomat melónsuppu við kókikonu. Mitt í øllum jólaresinum, kemur enn ein Fit áminning, um hvussu vit kunnu liva eitt sindur sunnari eisini sjálvt um tað næstan er jól. Vit byrja inni í útvarpsstovuni, har Jana fær enn ein spurning frá lurtara. Lurtarin vil vita júst hvat Rawfood er fyri nakað, og um tað er nokk fyri kropp og sál bert at eta ráan mat. Síðani fara vit út úr húsinum, og tað er á fyrsta sinni samanvið okkara nýggju royndardamum, sum skulu royna og siga sína hugsan um nógvar ymiskar liðvenjingar. Í dag fara tær at royna kickboksing. Aftaná okkara kickboksing royndartíma fara vit at hyggja nærri at einum útivenjingarstaði. At enda fara vit á okkara sísta rawfood innkeyp. Vit keypa inn til okkara Sweet n Sour Rawfood cupcakes, sum vit eisini fara at gera. Økonoma greiður frá muninum millum at vera vegani og vegetar. Vit fáa eisini hugskot og uppskrift til vegetariskan jóladøgurða. Royndur kosmetologur fortelur okkum, hvørja ávirkan sunnur lívstílur hevur á okkara húð. Persónligur venjari kemur við okkum í Skoytihøllina á Skálatrøð. Hann greiður frá hvat skoytivenjing gevur kroppinum, og hvørjar vøddar vit brúka tá vit skoyta hetta er fyrsta av trimum útivenjingarstaðið, sum vit vitja áðrenn jól. Eisini gera vit rawfood brownies. Hvussu nógv kann eg lætna uppá ein mánaða hesum lurtaraspurningi kemur persónligi venjarin at svara uppá, umframt at hann eisini fer at greiða frá muninum millum høga og lága intensitetsvenjing. Hvat er holdvenjing Hvør kann ganga til hetta Og eru avmarkingar, tá tað kemur til kyn, aldur og stødd Vit fara at práta við holdvenjara, og spyrja hana hvat hon heldur. Vit fara at royna at gera sunnari alternative til jólakøkurnar og konfekti, sum flest øll eta um jólini. Ídag gera vit rawfood piparnøtur, sum eru fyltar við vitaminum og mineralum. Fysioterapeuturin Sigrun Danielsen svarar spurningi frá lurtara um nakkaspenningar og høvuðpínu. Økonoma Jana E. Thomsen kemur at greiða frá innihaldi á trimum ymiskum brotbreyðum, og Oddvør Skarhamar fer at læra okkum at baka sunnar bollar. Kann eg venja hvønn dag spyr lurtari. Hvussu kunnu vit venja við venjingarprogramminum á fartelefonini Vit royna All Fitness og hoyra hvat fitnessinstruktørur heldur um hesa applikatión. Vit fylgja eisini lakres trendini , og fara at royna ein bersmootie og eitt sokallað c vitamin skot við lakresi í. Er havragrín sunt spyr lurtari økonomu Janu Ejdesgaard Thomsen. Hvussu kunnu vit venja heima Hvørji amboð eiga vit at hava Og hvussu er úrvalið av venjingaramboðum til heimabrúk Persónligi venjarin Jákup Jakobsen kemur við í býin at kanna málið. Og kann man gera sunnar frikadellur uttan kjøt Ja, man kann Tað fer Oddvør Skarðhamar at visa og læra okkum. Carnitin er ikki bara kent millum CTD sjúklingar. Eisini er ein partur av íðkandi, sum drekka Carnitin Skot ella taka Carnitin tablettir , fyri at fáa forbrenningina upp. Riggar hetta Hvussu nógv íðkandi taka Carnitin Og hvussu ávirkar Carnitin okkara hjarta Í útvarpsstovuni hava vit lækna, persónligan venjara fitness instruktør og CTD sjúkling. Evnið hesuferð er barnakonur og íðkan . Djóni Joensen svarar brævi frá kvinnu, ið spyr hvussu leingið og hvat hon kann venja, meðan hon er við bavn. Eisini práta vit við Mirjam og Eyðnu, sum ávíkavist eru komnar 28 og 38 vikur, og framvegis venja 3 til 5 ferðir um vikuna. Nær er venjing yvirvenjing Hvussu velji eg venjingarklæði Er smootie sunt ella ósunt Hesum svara fysioterapeutur, persónligur venjari og økonoma. Vit fara eisini at hitta okkara lækna Djóna Joensen, umframt at vit gera tvey ymisk sløg av sunnun og góðum smooties. Í dag fáa vit tríggjar ungar kvinnur á vitjan, sum hava gjørt verkætlan um sunt breyð og sunt jogurt. Eisini kemur økonoma Jana Thomsen at greiða frá stoffinum Aspartam. Vit fara eisini at heilsa uppá okkara persónliga venjaran og Fitness instruktør Jákup. Hetta innslagið er frá 3 2 sending í 2004. Farið verður aftur til 1979, tá ÍF bleiv føroyameistari. Prátað verður við Kristian Petersen, sum spældi við ÍF tað árið. Til umrøðu 25. mars var dvd útgávan Live From The Dairy hjá Debess Blues Station. Við borðið vóru Jónheðin Tróndheim og Niels Uni Dam Vitjað verður í kjallara Inann Glyvur, har Orka riggar til konsertferð. Eisini hitta vit Bárð Johannesen, sum hevur tryggjað sær pláss í topp í The Great American Song Contest Økið í Vágsbotni, har standmyndin av Nólsoyar Páll stendur, er alt ov opið og stórt, og tískil eigur ein nýggjur bygningur at verða bygdur, har gamla Perlan stóð. Hetta siga arkitektarnar Gunnar Hoydal og Jónhild Johannesen. Og júst høvuðsuppgávan hjá Jónhild sum arkitektur er ein nýggjur og spennandi bygningur, har gamla Perlan stóð. Nýggja Perlan, ið er 375 fermetrar til støddar, er í trimum hæddum, og kann eitt nú nýtast til mentanarlig endamál, sum kunningarstova, eins og ovastu hæddirnar leggja upp til caf og matstovuvirksemi. Bygningurin er neyvt teknaður til økið, síðan móti Hotel Tórshavn er býarkend bygging í trimum hæddum, meðan síðan móti Bryggjubakka lækkar stigvíst og soleiðis tillagar seg eldru bygningarnar á Bryggjubakka. Í sendingini eru vit eisini aftur á ferð saman við Gunnari Hoydal, arkitekti, í miðbýnum í Havn, har Gunnar eisini nemur við Perluna og hvønn týdning hon hevði og eigur at fáa aftur, eins og vit, saman við Edward Fuglø, listarmanni, eisini umrøða almenn rúm í Klaksvík. Og í Klaksvík verður eisini nomið við serligt býarrúm á Brekku, sum vit vanliga kanska ikki geva okkum serligt far um. Við fólkaflytingini úr bygd í bý sóu býirnir dagsins ljós, og samstundis setir hetta eisini krav um nøktandi rammur um bæði virksemið hjá tí einstaka eins og felagsvirksemi. Hetta sigur professarin og myndahøggarin Morten Stræde, sum hevur nógvar royndir við at prýða almenna rúmið. Eisini hitta vit Lars Gemzøe, arkitekt og seniorráðgeva hjá Gehl Architects. Sjúrður Skaale, tingmann, eins og vit, saman við Gunnari Hoydal, arkitekti, fara til gongu í miðbýnum í Havn. Saman við Ole Jensen, arkitekti, og Guðrið Poulsen, listakvinnu, umrøða vit list í almenna rúminum. Í Havn vitja vit Kongaminni, Vesturkirkjuna, havnalagið við Skálatrøð og í Vágsbotni, í Vestmanna vitja vit Reyða Torgi, og í Klaksvík eru vit í Norðoyatunlinum, við Húkin, í miðbýnum og við Skúlin á Ziskatrøð Hví eru Føroyar dýrasta landið í Europa Hvussu nógv dýrari er tað í miðal at búgva í Føroyum Hvørjar eru orsøkirnar Og hvat merkir hetta fyri føroyska búskapin Hesar og fleiri spurningar seta vit í Perspektiv, nú vit í dagsins sending hava sett Hera á Rógvi, búskaparfrøðingini, ið hevur gjørt drúgva verkætlan um evnið, stevnu. Næstseinasti partur av leikinum Rændu Gimsteinarnir . Katrin Nolsøe og Kári Sólstein skrivaðu. Finnur Hansen er tøkningur og Kári Jacobsen gjørdi tónleikin. Leikurin er gjørdur í 2004 Í dag hoyra vit 12 part av leikinum Rændu Gimsteinarnir . Katrin Nolsøe og Kári Sólstein skrivaðu og Finnur Hansen var tøkningur, Kári Jacobsen eigur tónleikin Nú eru vit komin til 11 part av leikinum Rændu Gimsteinarnir . Katrin Nolsøe og Kári Sólstein skrivaðu. Finnur Hansen gjørdi ljóð, tónleik og teknikk, Kári Jacobsen skrivaði orð og løg til leikin. Í dag hoyra vit 9. part av jólakalendarasøguni Rændu Gimsteinarnir . Katrin Nolsøe og Kári Sólstein skrivaðu í 2004. Finnur Hansen var tøkningur og Kári Jacobsen eigur tónleikin til leikin. Í dag hoyra vit áttanda part av søguni Rændu gimsteinarnir . Katrin Nolsøe og Kári Sólstein skrivaðu, Finnur Hansen var tøkningur og Kári Jacobsen eigur tónleikin. Í dag hoyra vit 7. part av søguni, sum Katrin Nolsøe og Kári Sólstein hava skrivað. Finnur Hansen var tøkningur og Kári Jacobsen eigur tónleikin. Ida og Hjalti eru nú komin í steinlendi, men vónandi megna tey at koma víðari úr steinlendinum, so tey koma nærri rændu gimsteinunum Í dag hoyra vit fjórða part av jólakalendarasøguni Rændu Gimsteinarnir . Katrin Nolsøe og Kári Sólstein skrivaðu og Finnur Hansen setti saman og legði tónleikin til rættis. Kári Jacobsen skrivaði tónleikin orð og løg. Í dag hoyra vit triðja part av søguni Rændu Gimsteinarnir . Katrin og Kári skrivaðu. Finnur Hansen var tøkningur og Kári Jacobsen eigur tónleikin. Í dag hoyra vit annan part av jólakalendarasøguni Rændu Gimsteinarnir . Katrin Nolsøe og Kári Sólstein skrivaðu. Finnur Hansen legði ljóð og tónleik til rættis. Kári Jacobsen skrivaði tónleikin til leikin. Í dag senda vit fyrsta part av leikinum Rændu Gimsteinarnir. Finnur Hansen gjørdi ljóðmyndina og Kári Jacobsen gjørdi orð og lag til tónleikin í leikinum. Katrin og Kári skrivaðu. Tráanin eftir einum lívi við gleði, leys av angist og trega og uttan at vera bundin av tablettum, alkoholi ella rúsevnum, hevur seinastu 10 árini fingið føroyingar í hópatali at fara á bíbliuskúla ella at leita sær hjálp hjá danska felagsskapinum Evangelist, har tey við bøn royna at basa trupulleikum. Fleiri túsund føroyingar og danir arbeiddu í Grønlandi í 50unum og 60unum, og nógv børn spurdust burturúr sambondum millum útlendskar menn og grønlendskar kvinnur. Eingin lóg kravdi, at menninir vórðu skrivaðir sum pápar, og tí eru børnini vaksin upp sum løgfrøðiliga faðirleys. Fleiri eldhugaðir lærarar eru í almennu skúlunum, men skipanin er ov stirvin, og eingin felags linja er, ið tryggjar børnunum nóg góða undirvísing. Smærri fyritøkur og stovnar kenna seg noydd at siga sjúkum fólki upp, og sjúkrameldað starvsfólk kenna seg illa mótvegis starvsfeløgum og arbeiðsgevara. Grønlendingar liva enn við sárum frá hjálandatíð og misskiltari menningarhjálp. Men eitt nýtt ættarlið av framskygdum grønlendingum stríðist fyri at fáa land og fólk aftur á beint. At hava eina teldu og internet samband er vorðið ein sjálvfylgja, men langt frá øll hava neyðugu førleikarnar at samskifta talgilt. Meklarin heldur fast um, at hann upplýsti um øll brek við húsunum, áðrenn skeytið varð undirskrivað. Í Føryum eru ongar lógir um keyp og sølu av fastari ogn. Pál Weihe, granskari, hevur brúkt 25 ár til at skjalprógva, at tað er heilsuskaðiligt at eta grind. Men nógvir føroyingar og føroyskir politikarar halda seg vita betur. Bankin eggjaði viðskiftafólki til at keypa partabrøv í bankanum og lænti teimum gleðiliga pengar til at keypa fleiri partabrøv fyri, enn tey høvdu ráð til. Nú er bankin farin av knóranum, og partaeigararnir sita eftir við ongum. Men nógvar smærri kommunur óttast fyri, at teirra lívsgrundarlag hvørvur, um tær verða partur av eini størri eind. Fleiri teirra eiga pengar og klára seg væl sjálvar. Hóast ábøtur eru gjørdar á Studentaskúlan í Hoydølum, plágast næmingar og lærarar framvegis av sjúkum, sum stava frá soppi og vánaligari inniluft. Arbeiðseftirlitið hóttir aftur við at melda Mentamálaráðið til fútan fyri ikki at halda arbeiðsumhvørvislógina. Eingin lóg verjir heilsuna hjá næmingunum. Fyri prestarnir, ið ikki vilja víga fráskild, er tað ein samvitskuspurningur. Fyri tey, ið verða avvíst, er tað sum at fáa ein frammaná. Uttan arbeiði, uttan lærupláss ella útbúgving og uttan pengar er einasta loysnin hjá nógvum ungum at vera búgvandi heima og liva av foreldrunum. Drongurin býr nú heima hjá foreldrunum og hevur einki at fara til um dagarnar. Familjan sær sær eingi onnur ráð enn at flyta av landinum, so sonurin kann fáa tann stuðul, hann hevur tørv á. Heldur núverandi gongd fram, er vandi fyri, at Landssjúkrahúsið í framtíðini bert fer at kunna bjóða sjúklingunum tær mest neyðturviligu viðgerðirnar. Sum børnini vaksa til, og vantandi førleikar og trupulleikar gerast eyðsýndir, byrja foreldrini at stúra fyri framtíðini. Hvat verður av børnunum Eingin tók stig til at taka dómin uppaftur, hóast maðurin mentist nógv sálarliga. Ikki fyrrenn Løgtingsins Umboðsmaður legði uppí, varð maðurin latin leysur. Føroyska samfelagið hevur stóran tørv á skikkaðari arbeiðsmegi, men klárar seg ikki í kappingini um tey vælútbúnu fólkini. Stór virðir, sum føroyingar við góðum útbúgvingum skapa, koma tí øðrum samfeløgum til gagns. Heldur núverandi gongd fram, og ongir nýggir læknar verða settir, dettur skipanin sundur, tí fleiri kommunulæknar fara skjótt frá fyri aldur. Men enn liva nógv við sárum frá kreppuni, ið kostaði teimum alt, ið tey áttu. Føroyska samfelagið hevði í dag verið umleið 6000 fólk í góðum árum ríkari, um kreppan í 90unum ikki hevði noytt føroyingar í hópatali í útlegd. Men einki kemur burturúr, og tey sálarliga sjúku á deild 5 trúgva ikki longur uppá, at tey nakrantíð verða útskrivað av sjúkrahúsinum. Samrøða við Eyðun Joensen, sálarfrøðing. Hann sigur frá, hvat hendir við sorgini hjá barninum, tá annað foreldrið doyr ella foreldrini verða skild. Og hvat hendir við børnunum í fyrru giftu, um tann eftirlivandi ella fráskildi makin finnur nýggjan maka, og tey fáa børn saman Verða tey fyri vanbýti Bjarni Djurhom sigur frá, hvussu tað er at fáa staðfest krabbamein. Skelkurin og allir tankarnir, sum koma og hvussu alt verður øðrvísi aftaná slík boð. Sonur hansara Jacob, sum var 28 ára gamal, konan Lisbeth, sum var 32 ára gomul og bæði børnini Silas, fýra ár, og Regitse sum var trý ár, tey fóru eina ferð til Thailand. Samrøða við Eyðun Joensen, sálarfrøðing. Øll menniksju eru í ymsum bólkum alt lívið familjan er ein bólkur, arbeiðsplássið, skúli, grannalag, politiskur ella átrúnaðarligur flokkur. Flemmingi hevur í fleiri ár eydnast at sleppa at filma eina slíka familju. Eisini sigur hann frá, tá hann var handtikin og skuldsettur fyri at hava myrt varaforsetan í Paraguay. Flemming Petersen hevur ferðast víða kring knøttin í longri og styttri tíðarskeið. Men mest hevur hann verið hjá Azeh inidánarunum í Paraguay. Hann sigur frá, hvussu hesi fólk liva í fjarskotnum skógi. Flemming Petersen hevur verið nógv hjá Azeh indiánarunum í Paraguay. Hann fer at siga frá, hvussu tað bar til at hann kom í samband við hesi fólkini og hvussu lívið er har inni í skóginum. Hon fór gjøgnum svára, torføra tíð og nú nakað er fráliðið sigur hon frá, hvussu mann kemur livandi og heilur burtur úr hjúnarskilnaði. Fyrsti altjóða kvinnubønar dagur var í 1887. Og hesin dagur verður hildin fyrsta fríggjadag í mars mánaða. Hetta er økumenisk rørsla, sum henda dag biður somu bønir, sum verða týddar til 1000 tungumál. Hann starvaðist á politisku deildini og ein av hansara uppgávum var at skriva til danska Uttanríkismálaráðið um politisku gongdina í landinum. Erla Maria Simonsen er sera hugtikin av Jomfrú Mariu. Hon sigur frá, hvussu tað var at vera í Medjugorje. Har verður sagt ,at Jomfrú Maria kemur til sjóndar og hevur ymiskt at siga fólkunum. Vár Berghamar Jacobsen tosar við Vagn Michelsen, hvussu tað er at hava verið fjøtraður av ótta og hvussu hann slapp av við lemjandi óttan. Doru Tiberio á Torvlaðnum er føddur í Rumenia. Hann sigur frá, hvussu torført tað var at liva í hesum kommunistiska landi og var hann fleiri ár í fongsul. Honum eydnaðist at flýggja og tilvildin vildi at hann hitti føroyska kvinnu. Tey gjørdust góð og liva í dag í Føroyum. Nýggj útvarpssending verður at hoyra í Klaksvík, hon verður send í nærvarpinum har noðuri og hon fer at snúgva seg um K . Skulu føroysku bløðini fáa útberingarstuðul ella ikki Og hvør er endursendingarpolitikkurin hjá Kringvarpinum Hetta eru evnini sum verða viðgjørd í sendingini. Hoyr sendingina her Í hesu sending hoyra vit um nýggja útvarpssending, sum eitur Tempo. Tað er Símin Jóanesarson Hansen sum leggur ta sendingina til rættis. Nýggjur sáttmáli er undirskrivaður millum Kringvarp Føroya, Føroya Landfúta og Tilbúgvingarstovn Føroya, tað hoyra vit um í sendingini. 15 av 20 føroysku gull heiðursmerkjunum komu frá svimjingini 8 av teimum átti Pál Joensen. Svimjikappingarnar eru av, men fimm teirra fingu ikki loyvi til at halda frí. Tey fóru víðari longu í morgun til EJM í Beograd og til venjingarlegu í Singapore. Spenningurin var í hæddini, tá seinastu pílarnir vórðu skotnir á hesum oyggjaleikunum. Og hóast úrtøkan hjá bogaskjúttunum ikki var eins góð og seinast, so er Schandorff Vang sum heild nøgdur við tey 11 heiðursmerkini, ið skjúttarnir fingu burtur úr á hesum sinni. Birita Debes, Tanja Skaalum, Astrið Foldarskarð og Guðrun Mortensen tryggjaðu Føroyar seinasta gullmerkið í svimjihøllini í kvøld. Eftir drúgva umrøðu vóru endaligu úrslitini frá bogaskjótingini komin upp á pláss. Tvey gull og fýra heiðursmerki tilsamans vóru til føroyingarnar. Bjørk er rennari og vann bronsu í hálvum marathoni, og hetta er samstundis fyrsta Oyggjaleikaheiðursmerkið hjá henni. Hon hevur luttikið tvær ferðir áður á oyggjaleikunum, men báðar ferðirnar hava úrslitini verið misjøvn serliga orsakað av hitanum men nú hilnaðist hjá ungu havnarkvinnuna. Fólkaheilsuráðið fegnast um, at landsstýrismaðurin í heilsumálum í uppskotinum til fíggjarlóg skjýtur upp, at játtanin til Fólkaheilsuráðið verður hækkað við 400.000 krónum komandi ár. Fólkaheilsuráðið hevur á hvørjum ári gjørt vart við, at tørvurin á játtanum til fyribyrging og heilsuframa er nógv størri, enn hann hevur verið á almennum fíggjarlógunum seinastu árini. Vit kunnu tí siga, at verður hetta uppskotið til hækkaða játtan samtykt í tinginum, kemur hvør króna væl við, skrivar Pál Weihe, formaður í Fólkaheilsuráðnum í tíðindaskrivi. Megin vandatáttirnir í heilsufremjandi arbeiðinum eru teir somu hjá okkum sum í grannalondunum, og teir eru teir vælkendu royking, rúsdrekka, rørsla og kostur. Vit hava eisini sæð eina spakuliga minking, men heilt óvæntað tykist talið av vaksnum roykjarum nú at kvinka uppeftir aftur 27 siga seg roykja hvønn dag. Rúsdrekkanýtslan í miðal er hóvlig, samanborið við grannalondini, men við tað, at ein stórur partur av Føroya fólki er avhaldsfólk, so eru tað helst onnur, sum drekka nógv. Tá ið Sundhedsstyrelsen minkaði tilmælið um, hvussu nógv er ráðiligt at drekka, úr 21 og 14 alkoeindum um vikuna, fyri ávikavist menn og kvinnur, til 14 og 7, mælti Fólkaheilsuráðið til, at føroyingar quot drekka sum minst quot . Nógvir føroyingar síggjast nú renna úti, og tað fegnast vit um. Hin vegin meta vit, at eitt rættiliga stórt tal av fólki í Føroyum bæði ung og tilkomin eru púra likamliga óvirkin. Nýggj gransking bendir nú á, at sjálvt bara eitt sindur av likamsvirkni ger stóran mun, heldur enn at sita stillur altíð sita við eitt skriviborð á arbeiðinum, koyra í bili og síðani sita framman fyri sjónvarpinum heima. Nýggju kostráðini frá danska Fødevarestyrelsen hóska væl í Føroyum bull et fjølbroytt bull et minni kjøt og meira fisk bull drekk vatn. Í hugnaligu sendingini greiðir Eivør millum annað frá, hvussu tað var at spæla Marylin Monroe á palli í Kanada, hvat áhoyrarnir kunnu væntað sær, tá hon leygarkvøldið fer á pall í Fuglafirði saman við Lennart Ginman og fleiri, og hvønn týdning í heila tiki tað hevur fyri hana at royna nýggjar leiðir innan tónleikin. Hon er júst kosin ársins tónaskald av donsku starvsfeløgunum í DJBFA Danske Jazz, Beat og Folkemusik Autorer , og í komandi mánað hevur hon møguleika at vinna Tónleikavirðisløn norðurlandaráðsins. Í hugnaligu sendingini greiðir Eivør millum annað frá, hvussu tað var at spæla Marylin Monroe á palli í Kanada, hvat áhoyrarnir kunnu vænta sær, tá hon leygarkvøldið fer á pall í Fuglafirði saman við Lennart Ginman og fleiri, og hvønn týdning í heila tiki tað hevur fyri hana at royna nýggjar leiðir innan tónleikin. Hon er júst kosin ársins tónaskald av donsku starvsfeløgunum í DJBFA Danske Jazz, Beat og Folkemusik Autorer , og í komandi mánað hevur hon møguleika at vinna Tónleikavirðisløn norðurlandaráðsins. Í hugnaligu sendingini greiðir Eivør millum annað frá, hvussu tað var at spæla Marylin Monroe á palli í Kanada, hvat áhoyrarnir kunnu væntað sær, tá hon leygarkvøldið fer á pall í Fuglafirði saman við Lennart Ginman og fleiri, og hvønn týdning í heila tiki tað hevur fyri hana at royna nýggjar leiðir innan tónleikin. Hon er júst kosin ársins tónaskald av donsku starvsfeløgunum í DJBFA Danske Jazz, Beat og Folkemusik Autorer , og í komandi mánað hevur hon møguleika at vinna Tónleikavirðisløn norðurlandaráðsins. Práta verður eisini um sangskriving, og Eivør greiðir frá hvussu hon skrivaði sangin um yngru systrarnar, Elisabeth og Elinborg. Nýggja framleiðsluavtalan, ið Kringvarpið og Spískamarið hava gjørt, ber í sær, at teir nýggju partarnir eru at síggja her. Tað letur upp í nýggjum kaga og ikki á heimasíðuni hjá okkum. Eisini í teimum størri bygdunum, fáast eini hús bíligari. Har er miðalprísurin lækkaður úr 943.000 niður í 881.000 svarandi til ein minking á góð seks prosent. Í Havn eru prísirnir eisini lækkaðir eitt vet. Í høvuðsstaðnum var miðalprísurin fyri eini sethús fyrra hálvárið í ár 1,97 milliónir krónur, og tað er 9000 krónir lægri enn miðalprísurin í fjør ella minni enn eitt hálvt prosent. Men hon heldur, at miðalprísurin fyri sethús í Tórshavn við ársenda verður eitt vett lægri í mun til í fjør, tí fleiri íbúðir eru seldar í ár Í dag er altjóða eldradagur og hann verður hildin her í Havn í allan dag. Dagurin verður settur nú kl. 10 í morgun og beint aftaná verður skipað fyri løttum fimleiki í Gamla kommunuskúlagarðinum. Tað er Eldraráðið, sum skipar fyri degnum saman við kommununi. Vit hittu Svenning av Lofti, sum er virkandi formaður í Eldraráðnum og Brynhild Danielsen skrivara í býnum í miðbýnum í morgun. Tónleikaframførslur verða eisini á skránni Beinta Háberg Jacobsen fer at spæla klaver, harmonikutónleikur verður og Maria í Ullvøruhúsinum fer at syngja. Ríkisfelagsskapurin er farin ov langt afturum í politiska orðaskiftinum í Danmark.D anska stjórnin tekur ikki ríkisfelagsskapin í fullum álvara. Báðir føroysku fólkatingsmenninir gjørdu nógv burtur úr støðuni í ríkisfelagsskapinum, tá fólkatingið í gjár viðgjørdi setanarrøðuna hjá forsætisráðharranum. Danir mugu nú seta orð á, hvønn týdning ríkisfelagsskapurin hevur fyri tey, um hann yvirhøvur hevur nakran týdning, segði Sjúrður Skaale. Hóast Danmark er við í ES boykottinum móti Føroyum, segði Sjúrður Skaale, at hann og Javnaðarflokkurin framvegis stuðla donsku stjórnini. Og grundvøllurin skal ikki bara vera búskaparligur. Vitan, áhugi og opið kjak krevjast eisini. Og teimum er alt ov lítið av, segði Sjúrður Skaale. Edmund Joensen í Sambandsflokkinum segði, at nú krevst hart arbeiði fyri at tryggja megina, sum knýtir Danmark, Grønland og Føroyar saman sum ríki. Í sambandi við ES boykottið søgdu løgfrøðingar í Løgmálaráðnum, at grundlógin tryggjar ikki føroyingum somu rættindi sum aðrir danskir ríkisborgarar hava, segði Edmund Joensen. Og Edmund Joensen nevndi harafurat, at Danmark eftir boðum frá ES boykottar Føroyar, so ávís føroysk skip ikki sleppa í danska havn. Rættarnevndin hjá løgtinginum fer eina ferð enn at biðja um meira tíð at viðgera øll tunnilsmálini, sum nevndin fekk stutt eftir ólavsøku. Rættarnevndin hevur nú freist til 7.oktober at skriva álit um lógaruppskotini um Eysturoyartunnil og Sandoyartunnil og aðrar tunlar. Er tíðin farin frá at halda ervi, spyr ein lurtari. Als ikki, svara tey trý, Guðrun við Rættará, Rasmus Magnussen og Ása Andreasen, sum eru gestir í Also hesaferð. Spurningarnir hesaferð hava ein eitt sindur øðrvísi stíl enn vanligt. Teir snúgva seg ikki um familjuviðurskifti ella samlív, sum spurningarnir annars ofta hava gjørt. Ein kvinna illneitast inn á, at vaksnar gentur eru skittligar í svimjihøllini, og spyr panelið, hvat tey halda um hetta. Ein annar lurtari undrast yvir, at ein almenn fyritøka skeinkir vín til móttøku seinnapart ein vanliga gerandisdag og spyr, um vit, sum samfelag eru komin hartil, at man ikki kann halda almennan føðingardag uttan at servera vín Og seinasti spurningurin snýr seg um tað at brúka starvsbil í privatum ørindum. Í hesum førinum snýr tað seg um ein almennan stjóra. Flokkurin vil hava løgtingið at biðja landsstýrið síggja til, at øll, sum arbeiða hjá landi ella kommunum, fáa bæði rætt og møguleika til at arbeiða fulla tíð. Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, sigur, at í summar vóru 20 størv leys at søkja hjá Tórshavnar kommunu. Bara eitt teirra var fulltíðarstarv. Sama er á Landssjúkrahúsinum. Har eru bara nøkur fá leys størv fulltíðarstørv. Flestu størvini, sum skulu mannast, eru niðursetta tíð. Vilt tú læra eitt nýtt land ella eitt nýtt samfelag skjótt at kenna, hygg so at lokalu lýsingunum, og tú verður skjótt klókari. Hetta er partur av uppleggið til fyrilestur hjá Eiler Fagraklett, sum verður mánakvøldið. Eiler Fagraklett er lýsingarserfrøðingur og formaður í felagnum Føroysk marknaðarfólk. Føroyar fáa yvir 90.000 tons afturat av svartkjafti næsta ár, nú fiskifrøðingarnir í ICES halda, at heildarkvotan í 2014 kann vera 950.000 tons. Sambært avtalu millum strandarlondini frá 2005 eiga Føroyar 26,1 prosent av kvotuni. Sambært tí fáa Føroyar 247.000 tons av svartkjafti næsta ár. Í ár er føroyska kvotan 155.000 tons. Fiskiskapurin eftir svartkjafti hevur verið lítil seinastu árini. Samstundis hevur tilgongdin verið góð. Hetta ger, at stóra niðurgongdin í stovninum, sum var síðani 2004, er steðgað. Svartkjaftastovnurin er nú í støðugari menning, sigur ICES. ICES heldur eisini, at makrelkvotan næsta ár kann hækka 64 prosent, men sildakvotan má minka 32 prosent. Strandarlondini eru framvegis ikki samd um makrel og sild, so enn er óvíst, hvussu nógvan makrel og hvussu nógva sild, føroyingar hava næsta ár. 14. og 15.oktober hava strandarlondini fund um svartkjaftin, 16. 18.oktober um sildina og 22. 25.oktober er makrelurin á dagsskránni. Allir fundirnir vera í London. Kim Hansen og Jóhannus á Rógvu Joensen løgdu løgini til rættis, og afturat sær í studio høvdu teir James Olsen og Hjalta Joensen. Jónas Bloch Danielsen tók upp og ljóðblandaði, meðan Tutl gav fløguna út. Tekstirnir hjá Beinir snúgva seg um lívið og gerandisdagin hjá einum ungum dreingi í Føroyum. Uttan iva kunnu bæði børn og vaksin kenna seg aftur í sangum um gott vinarlag, sól og summar, óskikkiligar systrar, happing og um at fáa tað besta burturúr lívinum. Hetta er fyrsta ferð Beinir roynir seg við egnum løgum. Men hóast sín unga aldur, hevur hann drúgva royndir sum sangari og tónleikari í Kulum Rótum og Óvita Blues Band. Í sendingini Dansi val hava kvinnur og menn høvið at velja kvæði, vísur ella tættir. Sendingin er hvørt fríggjakvøld klokkan 21 15. Í sendingini Dansi val hava kvinnur og menn høvið at velja kvæði, vísur ella tættir. Sendingin er hvørt fríggjakvøld klokkan 21 15. Hvørjar sendingar kunnu vit gleða okkum til í vetur í sjónvarpinum Fyrsta hóskvøldssendingin í vetrarskránni hjá sjónvarpinum fór av bakkastokki í gjárkvøldið. Vit hava hitt Barbaru Samuelsen deildarleiðara um eitt prát um vetrarskránna hjá sjónvarpinum. Tónleikur hevur altíð havt hansara stóra áhuga, men sum ungur plátuvendari dámdi honum alt ov væl at ballast og at liva ta harða lívið. Jákup misti tamarhaldi á rúsevninum og gjørdist alkoholikari sum ungur. Fyri 12 árum síðani eydnaðist tað Jákupi at sleppa av við rúsevnistrongdina, og líka síðani hevur hann verið turrlagdur. Hvussu hetta eydnaðist honum, kanst tú eisini hoyra í sendingini. Í dag dámar honum best at hugna sær leygarkvøld saman við føroyingum bæði úti og heima, tá hann situr í útvarpstovuni sum vertur í vælumtóktu sendingini Plátubarrin. Tónleikur hevur altíð havt hansara stóra áhuga, men sum ungur plátuvendari dámdi honum alt ov væl at ballast og at liva ta harða lívið. Jákup misti tamarhaldi á rúsevninum og gjørdist alkoholikari sum ungur. Fyri 12 árum síðani eydnaðist tað Jákupi at sleppa av við rúsevnistrongdina, og líka síðani hevur hann verið turrlagdur. Hvussu hetta eydnaðist honum, kanst tú eisini hoyra í sendingini. Í dag dámar honum best at hugna sær hvørt leygarkvøld saman við føroyingum bæði úti og heima, tá hann situr í útvarpstovuni sum vertur í vælumtóktu sendingini Plátubarrin. Talan er fyribils um trý fólk eitt pinkubarn og mamman í Sreymoy og eitt smábarn í Suðuroy, sum seinastu tveir mánaðirnar hava fingið staðfest sjúkuna. Ongi tøl eru fyri, í hvussu nógvar mammur noyðast at gevast at geva bróst, men Ingvør Justinussen heldur, at trupulleikin er størri í dag enn fyri nøkrum árum síðan. Føroya rættur longdi í dag varðhaldsfongslingina hjá 18 ára gamli manninum, sum er skuldsettur fyri drápsroynd í Norðdepli sunnumorgunin 14.juli. Sambært ákæruvaldinum er neyðugt, at maðurin er í varðhaldi, so leingi kanningarnar hjá politinum ikki eru lidnar, millum fyri at forða fyri, at skuldsetti fær møguleika at ávirka kanningarnar. Eftir útsagnina hjá Karsten Hansen, landsstýrismanni í heilsumálum, í Kringvarpinum, um leiðslubygnaðin á Landssjúkrahúsinum, hevur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar sent honum eitt skriv um, at vit ynskja nærri kunning, sigur forkvinna felagsins, Óluva í Gong, í tíðindaskrivi. Tær fegnast um, at Karsten Hansen nú byrjar eina tilgongd har han ætlar at viðgerða spurningin grundiga og gjølla saman við avvarandi pørtum. Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar vil tó gera vart við, at vit halda at tað er ómetaliga óheppið alment at koma við slíkum útsøgnum. Um Føroyska heilsuverkið framhaldandi skal bjóða viðgerð og røkt á høgum fakligum støði, er neyðugt við fakligari leiðslu við høgum fakligum kunnleika. Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar fer í næstum at kalla allir limir í leiðandi størvum til fundar at viðgerða hesa álvarsligu støðu. Hann er maskinmeistari, doktari í verkfrøði, deildarleiðari á DTU sum er Danmarks Tekniske Universitet og fríggjadagin í síðstu viku fekk hann AEG elektron heiðurslønina. BRELLBITI quot Skálafjarðartunnilin kost hvat tað kosta vil quot er sending, ið fer aftur um ætlanina hjá fyrrverandi landsstýrismanninum við innlendismálum, Kára P. Højgaard, at lata privata felagnum Copenhagen Infrastructure Partners einkarrættina at byggja, eiga og reka Skálafjarðartunnilin. Landsstýrismaðurin við vinnumálum, Jóhan Dahl, ætlar, at barsilsskipanin í Føroyum skal gerast kappingarfør við skipanirnar í okkara grannalondum í tráð við tað, ið stendur í heildarætlanini um fólkaflyting og fólkavøkstur. Men longu týsdagin kemur eitt broytingaruppskot hjá Tjóðveldi fyri í tinginum, ið er sum drigið úr heildarætlanini. John Petersen gjørdi ikki mætari, enn at hann svam inn í holurnar á Viðareiði, fyri at kanna, um nøkur teirra gongur inn undir bygdina ja, onkur vil siga tvørtur gjøgnum oynna. Í seinastu sendingini úr Húsavík verður farið gjøgnum størsta býlingin, sum verður róptur Heimi í Garði. Her er gomlu toftirnar eftir hústrúnna, og her eru eisini fleiri av teimum gomlu húsunum í bygdini, við Ánna, á Granda, í Tøðuni, á Toftini, á Breyt eins og Skumpitoft og onnur. Her liggur eisini Vegarsteinurin, sum íslendski Ursus skuldi lyfta á sinni, men bjóðaði ikki til at royna. Í dag standa flestu av teimum gomlu húsunum tóm og skúlin er stongdur, men enn verður grivið út fyri nýggjum húsum í Húsavík. So eydnaðist tað endiliga aftur hjá KÍ at vinna ein dyst. KÍ vann 1 0 á AB, men AB hevði stórar møguleikar til at javna. Síggj innslagið her Í dag hoyra vit frá teimum í Mórugøtu 8. Hoyrispæl, sum Jákup Veyhe leggur til rættis og hevur verið sent í Barnaútvarpinum í fleiri røðum. Nógvu føroysku handverkararnir, sum arbeiða í øðrum londum, gera, at handverksvinnan fær ikki tikið so nógvar lærlingar, tí so fáir sveinar eru í landinum. Tað sigur Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna, sum hevur sett Bjørn Kalsø, landsstýrismanni, skrivligan fyrispurning um lærupláss. Sambært Yrkisdeplinum vóru 315 handverkslærupláss í Føroyum 31.desember í fjør. Árini 2006 til 2008 komu 380 nýggir handverkslærlingar um árið. Síðani er talið farið niður í 200 um árið. Um politiska ynskið er at útvega fleiri lærupláss, er neyðugt, at landsstýrismaðurin vendir sær til Yrkisútbúgvingarráðið og yrkisnevndirnar fyri fáa reglugerðina um góðkenning av læruplássum broytta, so fleiri lærupláss kunnu skipast, heldur Eyðgunn Samuelsen. Landsstýrið er varugt við trupulleikan. Og møguliga verður kravt av almennum stovnum í framtíðini, at teir taka lærlingar, segði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, tá hann legði fram uppskotið um fíggjarlóg fyri 2014. Rættarnevndin hjá løgtinginum hevur fingið ein mánað afturat til at viðgera øll tunnilsmálini, sum nevndin fekk stutt eftir ólavsøku. Rættarnevndin hevur nú freist til 4.november at skriva álit um lógaruppskotini um Eysturoyartunnil og Sandoyartunnil og allar hinar tunlarnar í landinum. Nevndin hevur longu viðgjørt málini á sjey fundum, men so kom stígur í tunnilsmálið. Og nú verður bíðað eftir semju í samgonguni um, hvat skal gerast. Rættarnevndin bað tí løgtingsformannin um ein mánað afturat til at enda málini, og tað fekk nevndin fríggjadagin. Fiskiveiðieftirlitið staðfestir, at ein stór nøgd av landingum í ár eru ikki fráboðaðar. Verður tað ikki gjørt í seinasta lagi um eina viku, so verða málini latin fútanum, sigur Elmar Højgaard, stjóri í Fiskiveiðueftirlitinum. Málsøkið útlendingamál varð ikki yvirtikið 1. august sum ætlanin var, og spurningurin er nú, nær málsøkið verður yvirtikið, ella um tað verður yvirtikið. Orsøkin er, at Føroyar eru triðjaland, tá talan er um Schengen samstarvið, sum londini í ES hava skipað. Schengen snýr seg um eftirlit á markinum.Og tað er danska løgreglan sum umsitur Schengen í útjaðaraøkjunum, Føroyum og Grønlandi. Útlendingamál lógu í Innlendismálaráðnum, men tá Innlendismálaráðið varð tikið av, vórðu útlendingamál flutt til Vinnumálaráðið, sum frammanundan umsat arbeiðsmarknaðarmál. Umhvørvisstovan umsitur millum annað útlendingamál. Ætlanin var at yvirtaka útlendingamál frá 1. august í 2013, og til tað fekk Umhvørvisstovan 800.000 krónur á fíggjarlógini fyri í ár. Men av tí at útlendingamál ikki verða yvirtikin í ár, verður mælt til at flyta peningin frá Umhvørvisstovuni, og nýta tær 800.000 krónur til at fíggja annað endamál. Tað stendur í eykajáttanarlógini fyri september, sum løgtingið fer at viðgera í morgin. Kommunan hevur hjúklað um vinnulívið í bygdini, og tað fær kommunan afturlønt frá vinnulívinum, sigur Trúgvi Gudmundarson, borgarstjóri Ætlanin hjá landsstýrinum at hækka eykaskattin, sum ali og fiskivinnufyritøkur, skulu rinda, verður kanska av ongum. Tað ger Bárður Nielsen, formaður í Fíggjarnevndini, greitt á portal.fo. Bólkurin arbeiðir, sambært portalinum, við at gera ein nýggja skipan um brúksgjald fyri firðirnar í staðin fyri at leggja eykaskatt á vinningin. Gesturin í morgun er Óluva í Gong forkvinna hjá føroysku sjúkrarøktarfrøðingunum, nú Felagið heldur sín 25 ára føðingardag. Vit hitta Óluvu í Gong í morgun Eini ung norsk hjún, sum skuldu vera tveir tímar úti í Fugloy í seinastu viku, sluppu ikki av oynni aftur fyrrenn fýra dagar seinni. Ov nógv brim gjørdi, at Ritan ikki fekk lagt at og mjørki gjørdi, at tyrlan ikki fekk lent. Tórður Mikkelsen hitti tey bæði John og Janne Lund, leygarmorgunin, tá Ritan legði at í Hvannasundi Fyri at finna tey 13 fólkini í stýrið, verður landið býtt í tíggju øki. Kommunustýrini í hvørjum øki skulu semjast um, hvør umboðar økið í stýrinum. Eydnast ikki at fáa semju, fer borgarstjórin í størstu kommununi í økinum í stýrið. Felagið skal, sambært uppskotinum, halda fýra borgarstjórafundir um árið. Nýggja felagið skal eisini hava ein stjóra. Kommunustjórar og kommunuskrivarar skulu vera í starvsbólki, sum ger tilmæli til stýrið. Kommunsamskipanin og Kommunufelagið eru samd um at leggja saman í eitt felag fyri allar kommunur í Føroyum. Kommunurnar hava freist til 1.november at boða frá, um tær taka undir við at skipa nýtt felag. Við sama skattaprosenti sum í ár, 21,5, fær Fuglafjarðar kommuna 45,5 milliónir krónur í skatti næsta ár. Býráðið væntar seks milliónir í partafelagsskatti og 1,2 milliónir í skatti av kapitaleftirlønum. Býráðið í Fuglafirði hevur viðgjørt uppskot um fíggjarætlan fyri 2014. Sambært uppskotinum verður barnafrádrátturin 5.000 krónur, tann sami sum í ár. Uppskotið javnvigar við 68,2 milliónum. Tá er ikki roknað við avlopi. Rúm er fyri íløgum fyri 11,4 milliónir næsta ár. Fuglafjørður skal rinda 3,4 milliónir í rentum og renstustuðli og tvær milliónir í avgjøldum í 2014. Síðani Fiskiveiðieftirlitið fríggjadagin hótti við fútanum, eru nógvar fráboðanir komnar frá virkjunum, sum keypa fisk. Fráboðanir fyri yvir 500 milliónir krónur í avreiðingum vóru ikki komnar, og tað fekk myndugleikarnar at missa tolið. Fríggjadagin gjørdi Fiskiveiðieftirlitið vart við á sínari heimasíðu, at nú fekk vinnan eina viku at avgreiða fráboðanir um landingar, annars vórðu brotina á kunngerðina latin fútanum. Sambært kunngerð, sum kom í mai í fjør, skulu virki, sum keypa fisk, boða Fiskiveiðieftirlitinum frá við telduboðum, hvat avreiðingarvirðið er. Tá landað verður uttanlands, skal skipið boða frá. Trygdargrunnur fiskivinnurnar skal brúka tølini, tí hann skal hava eitt prosent av avreiðingarvirðinum. Hjá Trygdargrunninum verður tó sagt, at har eru tey ikki komin í neyð av vantandi fráboðanunum. Fiskiveiðieftirlitið staðfesti í síðstu viku, at nógvar landingar í 2013 vóru ikki fráboðaðar. Talan var um landingar fyri yvir hálva milliard krónur. Síðani Fiskimálaráðið gjørdi bart fríggjardagin, eru nógvar landingar og avreiðingar fráboðaðar. Á heimasíðuni ger Fiskiveiðieftirlitið eisini greitt, at í framtíðini verða brotini á kunngerðina frá í fjør uttan ávaring latin fútanum. 25 leiðandi sjúkrarøktarfrøðingar hava mist eina lønarviðbót, sum er millum 1200 og 2000 krónur um mánaðin. Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar er farið í Gerðarættin við málinum. Snorri Fjalsbak, stjóri á Lønardeildini vil ikki gera samrøðu við kringvarpið, men sigur í stuttari viðmerking, at umrøddu sjúkrarøktarfrøðingar fáa eina leiðaraviðbót, og mett verður tí, at teir ikki hava rætt til førleikaviðbótina afturat Talan er mangan um trupulleikar ella avbjóðingar, sum vóru ókendar fyri eldra ættarliðið. Hetta hevur elvt til, at summi foreldur eru ótrygg í sínum leikluti sum foreldur. Sjáldan nyttar at spyrja ommur og abbar til ráðs í uppalingini, tí spurningarnir eru so ómetaliga nógv øðrvísi, enn tá ommurnar og abbarnir høvdu børn. Gitte Klein er ein teirra, ið ráðgevur familjum. Tað verður ein løta enn, áðrenn Setrið fær altjóða viðurenning. Eftirmetingin, sum verður gjørd í løtuni, er bert fyrsta stig á leiðini ímóti eini góðkenning á altjóða stigi. Fyrst skal Setrið gera eina sjálvseftirmeting, og við støði í viðmerkginunum hjá Setrinum fer eftirmetingarnevndin at koma við sínum viðmæli. Á tingfundinum mikudagin fer Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, at seta Johan Dahl, landsstýrismanni, ein munnligan fyrispurning um kappingarførið í handverkaravinnuni. Helgi Abrahamsen vil hava at vita, hvat landsstýrið ætlar at gera við trupulleikan, at handverkaravinnan missir nógv fólk, tí lønar og skattaviðurskiftini eru munandi betri uttanlands. Eisini vil hann hava at vita, nær væntast kann, at tiltøk verða sett í verk, fyri at vinna á trupulleikanum. Í viðmerkingunum til fyrispurningin vísir løgtingsmaðurin á, at sjálvt handverksmeistarar umhugsa at steðga sínum virksemi í Føroyum, tí teir fáa størri inntøku og meira frítíð, um teir eru vanligir handverkarar uttanlands, enn tá teir eru arbeiðsgevarar í Føroyum. Helgi Abrahamsen sigur, at hetta kann í longdini gerast ein stórur trupulleiki, tí gevast handverksmeistararnir, steðgar handverkaravinnan upp. Landsstýrisfólk hava nevnt møguleikan at fáa útlendskar handverkarar til Føroya at arbeiða fyri føroyingarnar, sum eru farnir uttanlands, men hvat skulu teir arbeiða, tá handverksmeistararnir eru farnir av landinum, spyr Helgi Abrahamsen Formaðurin í fíggjarnevndini, Bárður Nielsen, sum hósdagin gjørdi greitt, at hann vil hava hallið burtur í 2016, var ikki so avgjørdur, tá hann umrøddi fíggjarlógina fyrr í ár. Orsøkin var heildarætlanin Fólkaflyting og fólkavøkstur , sum ein arbeiðsbólkur læt landsstýrinum. Arbeiðsbólkurin mælti til at gera íløgur fyri 700 milliónir krónur næstu árini, til tess at tryggja fólkavøkstur í Føroyum. Diabetes sjúklingar í Danmark ræðast insulinsproytuna, og tí er fyritøkan Novo Nordisk, sum er kend fyri at gera diabetes heilivág, farin at menna eina insulintablett. Børsen skrivar, at hetta stigið verður tikið, til tess at Novo Nordisk skal hava møguleika at økja søluna, og fyritøkan er til reiðar at brúka upp í 20 milliardir krónur næstu árini at menna nýggja heilivágin. Eydnast átakið, verða vit rættiliga kappingarfør á marknaðinum, sum næstu árini verður meiri enn 100 milliardir dollarar, sigur Mads Krogsgaard Thomsen, granskingarstjóri á Novo Nordisk, við Børsen. Síðani insulinið fyrstu ferð varð brúkt í 1920 árunum hava nógvar royndir verið gjørdar at gera insulintablettir, men tær eru allar miseydnaðar. Novo Nordisk er longu farið undir royndir at menna nýggju tablettina, og fyritøkan hevur brúkt einar fýra milliardir krónur til endamálið. Netavísin skrivar, at síðani í juli hava sjey ymiskir kommunulæknar verið í Fuglafirði. Og tá komið er til desember, hava 10 ymiskir kommunulæknar verið í Fuglafirði í fimm mánaðir. Netavísin vísir á, at tað var øðrvísi fyrr, tá Emma Vinther var kommunulækni. Hon byrjaði sum kommunulækni í Fuglafirði í 1954 og var kommunulækni har í 27 ár. Føroyingar, sum arbeiða og rinda skatt uttanlands, eiga eisini at rinda til føroyska samfelagið. Men í staðin fyri inntøkuskatt kunnu teir gjalda eitt slag av limagjaldi til landið, heldur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður. Tað er eitt vánaligt hugskot, sigur formaðurin í Landsfelagi Handverkaranna. Limagjaldið hjá løgmanni er bara eitt skattavgjald afturat, og tað loysir ongan trupulleika, sigur Danjal Pauli Djurhuus. Konsertin, Eivør amp Ginmann After Dark, sum var í Mentannarhúsinum í Fuglafirði leygarkvøldið, fær 5 av 6 stjørnum frá ummælara, Niels Una Dam, meðan solo útgávan, Blue Buzz við Una Debess, akkurát fær hála seg upp á 2 stjørnur. Í dag hoyra vit 2.part av hoyrispælinum um tey í Mórugøtu 8. Nú eru børnini Kenneth og Katja aftur heima hjá foreldrunum, eftir at tey vóru send út til Skúvoyar. Hetta er røð av fleiri, sum hava verið at hoyra í Barnaútvarpinum, seinastu árini. Jákup Veyhe skrivar og leggur til rættis. Kári P. Højgaard gjørdi einki ólógligt sum landsstýrismaður, tá hann noktaði at lata onnur sleppa at síggja avtaluna við Copenhagen Infrastructure Partners, CIP, um Eysturoyartunnilin. Tað sigur Sjúrður Rasmussen, løgfrøðingur og ráðgevi á Løgmansskrivstovuni, í frágreiðing til løgmann. Frágreiðingin er um rættarligu ábyrgdina hjá Kára P. Højgaard. Málið hevur longu havt politiskar avleiðingar fyri hann. Løgmaður koyrdi hann úr starvinum fyri einum góðum mánað síðani. Um brake fee avtaluna, sum skal geva CIP eina millión krónur, um landsstýrið ikki undirskrivaði avtaluna um tunnilin fyri 31.august, sigur Sjúrður Rasmussen, at Skálafjarðartunnilin er ein so mikið stór verkætlan, at einki løgið er í tí, at annar parturin tryggjar sær ávíst endurgjald, spyrst einki burtur úr tingingunum fyri ein ávísan dag. Men landsstýrismaðurin hevði skyldu til at fáa milliónina aftur frá tí, sum fær einkarrættin at gera tunnilin. Milliónin er sum skilst ikki goldin, men eingin vil siga nakað um hana, hvørki Fíggjarmálaráðið ella CIP. Um tagnarskylduna sigur Sjúrður Rasmussen, at tað skilst, at allar umsóknir um innlit í málið eru viðgjørdar vísandi til reglurnar í innlitislógini og ikki vísandi til avtaluna við CIP. Her er tí einki, sum bendir á, at landsstýrismaðurin hevur borið seg at ólógliga. Sjúrður Rasmussen tekur ikki beinleiðis støðu til, um Kári P. Højgaard hevur dult upplýsingar fyri tinginum, sum hava stóran týdning fyri løgtingið. Sjúrður Rasmussen sigur, at frágreiðing hansara er ikki, og hon letst heldur ikki at vera óheft. Hann leggur eisini dent á, at frágreiðingin er ikki ein dómur og ei heldur nøkur rættarlig vissa. Á vesinum á Studentaskúlanum í Hoydølum stendur mangt og hvat skrivað á hurðarnar og veggirnar. Her eru alskyns sitatir og tekningar, sum fleiri ættarlið hava gjørt. Her eru nøkur dømi um skøld á dreingjavesinum í Hoydølum. Løgtingið fer í dag at atkvøða um eykajáttanina til serviðgerðir uttanlands. Landsstýrið biður um 7,5 milliónir krónur til sjúklingar, sum skulu av landinum til viðgerðar. Og landsstýrið ætlar at taka pengarnar frá avlopinum hjá apotekunum. Men tað vil Fíggjarnevndin ikki. Nevndin vil ikki vera við til at bróta apotekslógina, sigur hon. Landsstýrið ætlaði at lata yvirskotið hjá Apoteksverkinum fara til serviðgerðirnar fyri at fáa hækkingina útreiðslu neutrala. Skrivarin hjá Fíggjarnevndini minti á, at lógin um Apoteksverkið, sigur, at avlopið hjá Apoteksverkinum fellur til Apoteksgrunnin. Men í Fíggjarmálaráðnum svaraði ein ráðgevi, at tá landskassin í nógv ár hevur rindað hallið hjá Apoteksverkinum, eigur avlopið hjá Apoteksverkinum eisini at fara í landskassan. Tað er sunn fornuft, segði ráðgevin. Og Apoteksgrunnurin er í veruleikanum ikki er til longur. Hann er tikin við í landsroknskapin, legði hann afturat. Kortini er lógin, sum sigur, at Apoteksgrunnurin eigur avlopið, ikki broytt samsvarandi tí. Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur sagt við Fíggjarnevndina, at hann ætlar at fáa apotekslógina broytta í hesari tingsetuni. Hann væntar tí at fáa pengarnar frá avlopinum hjá apotekunum, soleiðis sum landsstýrið alla tíðina hevur ætlað. Tingið skal eisini í dag viðgera uppskotið hjá landsstýrinum um hægri eykaskatt á alivinnuna og fiskivinnuna. Og uppskotið um at minka rentustuðulin skal harafturat viðgerast í dag. Tað kom óvart á nógv, sum hoyrdu samrøðurnar við landsliðsvenjaran í fótbólti, Lars Olsen, tá hann á tíðindafundi segði við miðlarnar, at flestu leikararnir hjá Kasakstan spæla í bestu russisku deildini. Í samband við hetta hevur ónøgd verið frammi millum fólk, tí tey halda, at hetta er tekin um, at Lars Olsen er óprofessionellur og ófyrireikaður. Lars Olsen. Ein óredigerað útgáva av samrøðuni sum Kringvarpið hevði við Lars Olsen kann síggjast her. Russiskir veterinermyndugleikar eru í hesum døgum í Føroyum og kanna 10 føroysk virki, sum vilja sleppa at útflyta fisk og fiskaúrdrátt til Russlands, Hvítarusslands og Kazakstan. Russisku myndugleikarnir hava góðkent umleið 30 føroyskar fyritøkur, men nú ES lond hava stongt sínar havnir fyri føroyskum skipum, eru fleiri føroyskir útflytarar, sum leita sær nýggjar marknaðir eystanfyri. Sambært Heilsufrøðiligu starvsstovuni eru russisku eftirlitsfólkini í Føroyum alla vikuna, og tíðin verður brúkt til eftirlitsvitjanir á virkjunum. Heilsufrøðiliga starvsstovan vil ikki siga, hvørji virkini eru, men talan er um verksmiðjuskip, virkir á landi og um úttflutning av bæði uppisjóvarfiski og aldum laksi. Føroysk virki eru vanliga góðkend samsvarandi ES matvørulóggávu. Russland hevur sína egnu veterinerlóggávu, og tí krevst serstøk góðkenning, um føroysk virki ætla sær at útflyta til stóru londini fyri eystan. Russland, Hvítarussland og Kazakstan hava undirskrivað eina tollsamgongu. Verða føroysk virki góðkend av russum, kunnu tey eisini frítt útflyta til Hvítarusslands og Kazakstan. Russisku eftirlitsmyndugleikarnir eru tiltiknir strangir, og Heilsufrøðiliga starvsstovan brúkar nógva orku til regluligu russisku vitjanirnar. Tí onkuntíð gongur ikki so væl. Eftir eina eftirlitsvitjan í 2008 settu russar bann fyri øllum innflutningi av føroyskum fiski og fiskaúrdrátti. Netavísin skrivar, at síðani í juli hava sjey ymiskir kommunulæknar verið í Fuglafirði. Og tá komið er út í desember, hava 10 ymiskir kommunulæknar verið í Fuglafirði í fimm mánaðir. Á vesinum á Studentaskúlanum í Hoydølum stendur mangt og hvat skrivað á hurðarnar og veggirnar. Her eru alskyns sitatir og tekningar, sum fleiri ættarlið hava gjørt. Her eru nøkur dømi um skøld á dreingjavesinum í Hoydølum. Prátið í Kaffihúsinum í morgun gekk listiliga tá teir báðir Jógvan á Dul og Mortan Johannesen hittust Tað var Jógvan á Dul, sum hevði ynskt at drekka morgunkaffi við Mortani Johannesen. Trupulleikar eru við blámusoppi á deildini hjá Taks á Hálsi í Havn. 45 fólk starvast á deildini, og ætlanin var, at tey skuldu sleppa aftur til arbeiðis í dag. Eg havi ein son, sum gongur í 7.flokki. Hann tímur væl at ganga í skúla, og ger altíð skúlating, lesur nógv og hann lærir væl. Nú hann gongur í 7. flokki eru tey farin at hava royndir við næmingunum, um ikki hvønn dag, so í hvussu so er hvørja viku. Hetta haldi eg, hevur við sær, at tey gerast meira uppsett og strongd. Haldi eisini at tey práta nógv um hvør fekk góðan karakter og hvør fekk ikki og so eygnabráið tá onkur hevur fingið sera vánaligan karakter. Mín spurningar er Er tað í ordan, at næmingar eru til so nógvar royndir og tosa so nógv um karakterir Kann hetta vera ein avleiðing av pisakanningunum, sum vit dumpaðu í Rigmor Dam úr Javnaðarflokkinum fer at spyrja Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, hvat hann meinar við, tá løgmaður alment hevur boðað frá, at hóast hann sjálvur tekur undir við broytingum, so fær hann ikki meiriluta fyri broytingum í lønar og eftirlønarviðurskiftunum og kostnaðarendurgjaldinum. Rigmor Dam spyr eisini, hví eini hendir, hóast løgmaður hevur boðað frá broytingum. Og hon vil hava at vita, nær landsstýrið kemur við uppskoti um broytingar í lønarviðurskiftunum. Lønarviðurskiftini hjá politikarunum verða ofta umrødd. Seinastu tíðina hevur serliga víst á, at landsstýrisfólk, sum tekur sæti á tingi, fær dupulta løn, so viðkomandi landsstýrisfólk fær landsstýrismannaløn í tríggjar ella seks mánaðir aftur at tingmannalønini. Eg eri fríkendur, og øll misteinkiliggering og allur ivi, sum er sáddur í málinum um Eysturoyartunnilin, eru beind burtur í frágreiðingini. Tað sigur Kári P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismaður, um frágreiðingina frá Sjúrði Rasmussen, løgfrøðingini á Løgmansskrivstovuni, sum var almannakunngjørd fyrrapartin. Hann sigur, at hetta er fyrsta óhefta kanning, sum er gjørd í hesum málinum. Alt er gjørt eftir besu ráðgeving, bæði í Føroyum og uttanlands, sigur Kári P. Højgaard. Frágreiðingin frá Sjúrði Rasmussen, løgfrøðingi á Løgmansskrivstovuni, um rættarligu ábyrgdina av málinum um Eysturyartunnilin setur fleiri spurningar enn hon svarar. Tað heldur Jan Lamhauge, journalistur, sum saman við Jógvani Eli Dam, miðlatøknifrøðingi, hevur gjørt sendingina um Eysturoyatunnilin, ið verður send eftir Dag amp Viku í kvøld. Hann vísir á, at hóast løgmansstjórin fekk spurningar fyri langari tíð síðani, vil hon ikki vera við í sendingini, men nú kemur henda frágreiðingin brádliga. Hvussu arbeiða tey á Løgmansskrivstovuni, hvat er endamálið við frágreiðingingini, og hvussu er hon gjørd, spyr Jan Lamhauge í samrøðuni, sum Uni L. Hansen gjørdi við hann í útvarpstíðindunum. Arbeiðsloysisskipanin er ikki so illa fyri, sum útlitini søgdu fyrst í árinum. Hallið er ikki so stórt sum væntað. Og eginognin fer ikki so langt niður um 300 milliónir krónur. Í februar var støðan ein heilt onnur. Verða ongar broytingar gjørdar, minkar eginognin hjá ALS 80 milliónir krónur í ár. Hon fer niður í 250 milliónir krónur Tað váttaði formaðurin í ALS stýrinum, Eyðfinnur Jacobsen, fyrst í februar. Men prosentini fyri útgjaldi og inngjaldi eru framvegis tey somu sum tá í februar. Tað gongur illa at manna kommunulæknastørvini, og eitt nú Fuglafirði hava sjey ymiskir kommulæknar verið síðani í juli. Marjus Dam heldur, at kommunurnar og læknarnir í Eysturoynni eiga at samstarva um eina loysn, sum skal fáa læknarnar at støðast. Tað er ein sannroynd, at fólkatalið í Nólsoy er nógv minkað seinastu 30 árini. Evnið á borgarafundinum er, hvussu fólkavøkstur kann skapast í Nólsoy, eftir at Jacoba Jacobsen myndin og hini fundarfólkini eru væl nøgd við, at Tórshavnar Kommuna, sum skipaði fyri fundinum, er til reiðar at gera nøkur átøk. Evy Toftegaard Nielsen og Tjóðhild Patursson eru millum tey, sum eru flutt til Nólsoyar, uttan at hava nakað tilknýti til bygdina frammanundan. Eftir borgarafundin hitta vit tær báðar. Handilin í Nólsoy, Matvørubúðin, hevur stóran týdning fyri bygdina og er meira enn bara ein handil. Vit hitta handilskonuna, Hervør Hansen, og fleiri viðskiftafólk við kassan. Virgar Joensen, sum býr í Esbjerg, er fleiri ferðir um árið í heimbygdini og ferðast, og hann býr í barnaheiminum. Hugurin er stórur at veiða bæði fugl og fisk, og hesaferð hevur hann tikið meira enn 1.000 havhestaungar. Hilmar Joensen lærari er við okkum runt bygdina og greiðir frá ymiskum viðurskiftum í Nólsoy. Føroya rættur hevur dømt Vágs Sóknar Bygdarsavn at viðurkenna, at myndirnar hjá Ellen Dahl, fotografi, eru vardar av lógini um upphavsrætt. Stríðið tók seg upp, tá eftirkomararnir gjørdust varugir við, at Vágs Sóknar Bygdarsavn brúkti myndir hjá Ellen Dahl á heimasíðuni, uttan at hava spurt um loyvi. Starvsfólk hjá tí almenna hava rætt til at úttala seg egna vegna um viðurskifti á stovn inum, har tey arbeiða, men tá talan er avgerðir, sum leiðslan hevur tikið, er tað leiðslan, sum úttalar stovnsins vegna. Umboðsmaðurin fekk eina kæru, tá tað kom fram, at Almannaverkið skuldi havt givið sínum starvsfólki munnkurv, og haraftrat gjørdi Umboðsmaðurin av at taka málið upp av egnum ávum. Í niðurstøðu síni vísir Umboðsmaðurin á grundlógartryggjaða rættin hjá fólki at siga hína hugsan eisini um viðurskifti á teirra egna arbeiðsplássi, tað hevði heilsuhjálparin á Eysturoyar ellis og røktarheimi rætt til, og tað hevur onga avleiðingar havt fyri hetta starvsfólkið, sigur Umboðsmaðurin. Útsagnirnar frá heilsuhjálparanum fekk Almannaverkið at senda út eina áminning til sínar stovnsleiðarar um, at tað bert er stjórin, sum úttalar seg vegna stovnin. Áminningin hevði við sær, at eingi starvsfólk á Tjarnargarði vildu úttala seg til Dag og Viku, tí tey høvdu fingið munnkurv. Umboðsmaðurin ger greitt, at munur er á, hvussu tú úttalar teg, um tað er egna ella stovnsins vegna, og tað sigur Almannastovan seg eisini skilja og at hava skilt ímillum. Men Umboðsmaðurin heldur tað vera ein spurningur, um kunningarskrivið hjá Almannastovuni kundi skiljast á tann hátt, at boð vórðu givin um, at starvsfólk innan eldraøkið IKKI høvdu rætt at úttala seg um ætlaðu sparingarnar EGNA vegna. Eg sigi ikki starvsfólkini ring fyri at misskilja kunningina um fjølmiðlapolitikkin, sigur Umboðsmaðurin. Hetta grundi eg á, at Almannaverkið, fáar dagar eftir at millum annað heilsuhjálparin úttalaði seg egna vegna um avleiðingarnar av ætlaðu sparingunum, heitti á allar leiðarar um at kunna starvsfólkini um fjølmiðlapolitikkin, uttan samstundis at gera greitt, at starvsfólk hava rætt at útala seg egna vegna, sigur Umboðsmaðurin. Eg havi tó einki grundarlag fyri at siga, at endamálið við kunningini um fjølmiðlapolitikkin var at avmarka talufrælsið hjá starvsfólkunum, og eg haldi ikki, at skrivið kann lesast sum eini boð um, at starvsfólk ikki mugu úttala seg egna vegna, sigur Sólja í Ólavsstovu, umboðsmaður. Kinna Poulsen útgreinar uppskotið, ið varð latið táverandi landsstýriskvinnu í mentamálum 7. oktober 2008. Og í mentanarálmanakkanum frætta vit um eitt nú snarskeið í at skriva stuttsøgur, ungdómsmentanarstevnu í Norðurlandahúsinum, nú evstamark fyri tilmelding nærkast, sermerkta bindiverkstovu, forvitnisliga listaframsýning í Listaskálanum, virksemið hjá filmsfelagnum Klipp, ið nú aftur fer til verka, og konserttiltøk hjá Havnar Jazzfelag. Í sendingini hitta vit. Signhild Johannesen, Kinna Poulsen, Lars Moa, Rakel Helmsdal, Sif Gunnarsdóttir, Birgir Kruse, Guðrið Poulsen, Kristian Blak, og Ann Højgaard Slot. Landsstýrismálanevndin kann ikki at brúka frágreiðingina, sum Sjúrður Rasmussen, løgfrøðingur, hevur latið løgmanni um handfaringina hjá Kára P. Højgaard av tunnilsmálinum. Tí kanningin er ikki óheft. Tað sigur Sirið Steenberg, forkvinna í landsstýrismálanevndini. Landsstýrismálanevndin kannar í løtuni partar av tunnilsmálinum. Hon kannar, um heimild var at lova Copenhagen Infrastructure Partners eina millión krónur, um sáttmálin ikki varð undirskrivaður fyri 1. september. Og so kannar hon eisini, um Kári P. Højgaard bar seg rætt at, tá hann ikki læt upplýsingar frá Landsverki í sambandi við ein fyrispurning í løgtinginum um Eysturoyartunnilin. Frágreiðingin frá løgfrøðiliga ráðgevanum á løgmansskrivstovuni um Skálafjarðartunnilin kolldømir seg sjálva, og tí er hon óbrúkilig. Tað halda bæði formaðurin í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum og forkvinnan í landsstýrismálanevndini. Um landsstýrismaðurin í innlendismálum tagdi við týðandi upplýsingum í tunnilsmálinum fyri løgtinginum, má standa sum ein opin spurningur. Tað er ein av niðurstøðunum í frágreiðingini hjá Sjúrði Rasmussen, løgfrøðiligum ráðgeva. Í sendingini verður tosa um mangt og hvat, sum Victor hevur møtt á lívsleið síni. Millum mangt annað verður práta um gospel tónleik og konsertir, sum Victor hevur skipa fyri. Eitt annað av stóru áhugamálum hansara er motorsúkklur og MC felagið Cross Bikers, sum hann var við til at stovna. Í dag hoyra vit 3.part av hoyrispælinum um tey í Mórugøtu 8. Nú eru børnini Kenneth og Katja aftur heima hjá foreldrunum, eftir at tey vóru send út til Skúvoyar. Hetta er røð av fleiri, sum hava verið at hoyra í Barnaútvarpinum, seinastu árini. Jákup Veyhe skrivar og leggur til rættis. Copenhagen Infrastructure Partners, CIP, hevur ikki kravt at fáa milliónina flutta, sum felagið skuldi fáa í seinasta lagi 5.september, tí sáttmálin um Eysturoyartunnilin ikki var undirskrivaður. Sambært innliti, sum Kringvarpið hevur fingið, spurdi Rúni Joensen, aðalstjóri í Innlendismálaráðnum, tann 5.september Rune Bro Róin í CIP, hvagar pengarnir skuldu sendast. Rune Bro Róin nevnir tó einki kontunummar í svarinum. Men hann skjýtur upp at hava ein fund í Føroyum tann 10.september at viðgera avbjóðingarnar fyri samstarvið millum CIP og Innlendismálaráðið, sum politiska kjakið um Eysturoyartunnilin hevur við sær. Tann fundurin var ongantíð. Í øllum førum er einki skjal skrásett um slíkan fund, svarar Fíggjarmálaráðið, sum arvaði Eysturoyartunnilin, tá Innlendismálaráðið fór av verðini. quot Tí er ikki hugsandi, at hesin fundur hevur verið hildin, quot sigur Fíggjarmálaráðið um fundin, sum CIP mælti til at hava í Føroyum 10.september. Einki tilfar, annað enn teir báðir teldupostarnir millum Rúna og Rune um milliónina, er skrásett síðani 5.september, sigur Fíggjarmálaráðið eisini. Upprunaliga ætlanin var at undirskriva sáttmálan millum Innlendismálaráðið og CIP í Løkshøll í Runavík tann 27.juni. Men einki skjal er í málinum, sum umrøður ella viðger hetta, svarar Fíggjarmálaráðið, hvørki rokningar ella annað samskifti. Og annars ber framvegis ikki til at fáa stórvegis innlit í tunnilsmálið. Og heimildin um at gjalda CIP eitt break fee endurgjald verður á breddanum í løgtinginum í dag. Høgni Hoydal úr Tjóðveldi hevur sett Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, munnligan fyrispurning um heimildina at skriva undir break fee avtalu við privat felag. Høgni Hoydal spyr millum annað løgmann, um hann visti og var hjástaddur, tá avtala varð gjørd millum landsstýrið og Copenhagen Infrastructure Partners um at rinda eina millión krónur í endurgjaldi Løgtingið samtykti einmælt í gjár at lata 7,5 milliónir krónur í eykajáttan til at senda fólk á sjúkrahús í øðrum londum. Men fyrst noyðist landsstýrismaðurin í heilsumálum at fáa apotekslógina broytta, so hann kann taka pengarnar av avlopinum hjá apotekunum. Karsten Hansen hevur sagt, at hann kemur við uppskoti um at broyta apotekslógina. Vil løgtingið ikki broyta lógina, noyðist Heilsumálaráðið at finna pengarnar aðrastaðni. Ongantíð hesi seinastu 15 árini hevur so nógvur smáfiskur verið at fingið í september og oktober, upplýsir Havstovan eftir merkingartúrin hjá Magnusi Heinasoni hálvan september. Vanliga eru eitt til tvey prosent av teimum merktu toskunum eystanfyri smáfiskur. Í ár vóru heilt uppi í tíggju prosent smáfiskur. Hinvegin er nógv av smáfiski at fáa á merkingartúrinum, tá toskastovnurin er lítil og øvut. Hetta bendir á, at smáfiskurin torir ikki at koma út frá landi, tá nógvur toskur er til, sigur Havstovan. Tað er skilligt, at Sjúrður Rasmussen ikki vil siga dóm yvir frákoyrda landsstýrismannin í innlendismálum. Hann hevur givið løgmanni eina politiska løgfrøðimeting, men tað er løgmaður sjálvur, ella politiska skipanin annars, sum skal taka støðu til, um ein løgfrøðiligur dómur skal fella í tunnilsmálinum. Hans Trygvi Teirin sigur, at tað er uppgávan hjá løgmanni at hava eftirlit við sínum landsstýrisfólkum. Løgmaður hevur longu mett, um Kári P. Højgaard umsat sítt málsøki á fullgóðan hátt. Tað gjørdi hann ikki, og tí varð Kári P. Højgaard koyrdur frá sum landsstýrismaður. Landsstýrismaðurin má taka støðu til sosialu viðurskiftini hjá barnakonunum í Suðuroynni, áðrenn hann avger, um føðideildin í Suðuroynni skal niðurleggjast. Í hoyringarsvarunum til uppskotið taka sjúkrahúsini ikki beinleiðis støðu til, um tað er rætt ella skeivt at leggja føðideildina í Suðuroynni niður, men sjúkrahúsini havaviðmerkingar, bæði fyri og ímóti uppskotinum. Her eru valúrslitini frá Kommunuvalinum, ið var 13. november 2012. Sí valúrslitini fyri tey ymisku valstøðini við at velja tey ymisku valstøðini á Føroyakortinum. quot Hvussu benda vit for og eftirnøvn serliga tá bæði eftirnavnið og fornavnið kunnu bendast Sá herfyri, at ein maður skrivaði seg Pól Tórbjarnarsonur er hetta rætt Vanligt er at síggja og hoyra Tórbjarnarson ella Leivsson ikki Leivssonur quot quot Skulu son og dóttirnøvnini altíð bendast Eitt akuelt dømi hesar seinastu dagarnar er Bárður Oskarsson, sum er nevndur fleiri ferðir hesar seinastu dagarnar fyri sínar barnabøkur. Summi benda eftirnavnið, so tað verður hjá Bárði Oskarssyni onnur siga Oskarsson í øllum føllum Hvussu við einum fornavni sum til dømis Torbjørn ella Bjørn skal hetta navnið bendast so ein maður kann eita til dømis hjá Tórbidni Eirikssyni. Haldi sjálvur, at hetta er eitt sindur tungt quot quot Og so er tað dóttir sum eftirnavn, til dømis Jógvansdóttir. Síggi ofta nú, at gentur eita dóttur í hvørfalli altso við u. Segði tað einaferð við eina vaksna konu, sum stavaði dóttir við u, at tað var skeivt, men hon halt fast við at tað var rætt quot Ung í Føroyum er ungdómsmentanarstevna fyri øll ung í landinum millum 13 og 19 ár. Tað er ein pallur fyri ung at sýna fram sína list, listaverksmiðjur á høgum støði og at enda ein stór almenn sýning í Norðurlandahúsinum, sum tey sjálvi hava framleitt. 300 týsk ferðafólk, sum vóru í Íslandi við Norrønu, sluppu ikki aftur til Seyðisfjarðar í gjárkvøldið, tí teir fýra bussarnir sluppu ikki oman brekkuna móti Seyðisfirði fyri hálku. Bjargingarfeløgini á Egilsstøðum og Seyðisfirði noyddust at fara at hjálpa ferðafólkunum, so tey sluppu oman til Seyðisfjarðar. Ferðafólkini komu við Norrønu á Seyðisfjørð, og fóru við bussum til Egilsstaðir og aðra staðni har á leiðini. Tá tey skuldu aftur til Norrønu, kundu bussarnir ikki koyra oman móti Seyðisfjarðar, tí vegurin var vorðin sera hálur. Týsku bussførararnir tordu ikki at koyra oman, og teir fingu boð frá sínum arbeiðsgevarum um at biðja um hjálp. Bjargingarfólkini koyrdu ferðafólkini til Seyðisfjarðar í øðrum bilum og minni bussum. Eingin fekk mein, men summi ferðafólk vóru so skelkað av hendingini, at tey fingu tilboð frá Reyða Krossi um kreppuhjálp um borð á Norrønu, veit íslendska kringvarpið at siga. Sambært einum bjargingarmanni hevði onkur bussur ketur, men antin kundu tær ikki brúkast ella vóru tær oyðilagdar. Bygnaðarbroytingar verða gjørdar í umsitingini í P.f. Vága floghavn. Fíggjarleiðarin, Regin Jacobsen, hevur sagt seg úr starvi. Men Vága floghavn fer ikki at lýsa eftir nýggjum fíggjarleiðara, sigur stjórin á flogvøllinum, Jákup Sverri Kass. Virksemið á flogvøllinum skal lagast til nýggjar tíðir og nýggj krøv. Flogvøllurin var partur av Statens Luftfartsvæsen til í januar 2008, tá partafelagið Vága floghavn varð stovnað. Trakstyrelsen hevur nú eftirlit við flogvøllinum. Føroyingar eru stórbrúkarar av Facebook og øðrum sosialum miðlum. Yvir 80 av øllum borgarum í Føroyum eru virknir á netinum, og 64,3 prosent nýta Facebook. Tað er fimt hægsta talið av Facebook brúkarum í øllum heiminum í prosenthøpi. Tá verður sjálvsagt rokna út frá íbúðartalinum í landinum. Monaco er nummar 1, Ísland er tildømis nr. 3 og Føroyar nummar 5. Føroyingar eru ikki bert stórbrúkarar á netinum. Stórur partur av brúkarunum nýtir eisini sosialu miðlarnar til at koma til orðana um ymisk viðurskiftir. Summi velja at fara hóvliga fram í skrivihátti og orðavali, men tað eru eisini fleiri, ið nýta eitt orðaval í er ógvusligt, og summi velja enntá at skriva ljótt og niðurgerandi um persónar á teimum opnu miðlunum. Lønarútgjaldingarnar í Føroyum halda fram at vaksa. Nýggjastu tølini yvir lønarútgjaldingar hjá Hagstovuni vísa, at tríggjar teir fyrstu ársfjórðingarnir í ár vóru goldnar 74 milliónir krónur meira í lønum enn sama tíðarskeið í fjør. Vøksturin er 1,4 prosent. Samanborið við lønarútgjaldingarnar í fjør, var afturgongd teir báðar fyrstu ársfjórðingarnar í ár. Men nú tølini fyri triðja ársfjórðing vísa ein stóran vøkstur, kann Hagstovan vísa á ein vøkstur upp á 3,6 prosent í árstíðarjavnaðu lønarútgjaldingunum fyri triðja ársfjórðing. Vanligt hevur verið seinastu árini, at flestu lønir verða útgoldnar í triðja ársfjórðingi. Tó ikki í fjør, tá stórar útgjaldingar í hýrum gjørdu fjórða ársfjórðing til tann besta, skrivar Hagstovan á netinum. Tølini hjá Hagstovuni vísa, at ali og kryvjivirkini er tann bólkurin, sum hevur havt størstu framgongdina í lønarútgjaldingum, 12,8 prosent. Síðan kemur bólkurin, sum eitur flutningur annars tað er annar flutningur enn sjóflutningur har vøksturin var 10,2 prosent, og gistingarhús og matvøruvirki, sum hava havt 10 prosent í lønarvøkstri fyrstu níggju mánaðirnar í ár samanborið við í fjør. Andstøðan vil hava ein kanningarstjóra at kanna tunnilsmálið, og í løtuni royna andstøðuflokkarnir at savna neyðugu 14 undirskiftirnar, sum skulu til, fyri at málið kann verða lagt fram. Løgmaður hevur júst svarað einum fyrispurningi frá Høgna Hoydal úr Tjóðveldi um fundin við CIP um millióna endurgjaldið. Kaj Leo Holm Johannesen svaraði, at hann hevði kallað inn til fundin, og at CIP royndi eisini at fáa seg at skriva undir avtaluna, men tað vildi løgmaður ikki, tí hann skal hava eftirlit við landsstýrisfólkunum. Jenis av Rana, samgongutingmaður, segði, at hann skilti ikki, hví CIP ikki varð biðið um quot at skrubba av, quot sum hann tók til. Jenis av Rana helt, at milliónin eigur heldur at verða nýtt at seta ein kanningarstjóra. Stuðulin til orkusparing er spardur burtur. Ikki ein króna er sett av til verkætlanir um alternativa orku í fíggjarlógini fyri 2014. Orsøkin er sparing, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum. Johan Dahl sigur, at nógvar verkætlanir eru nú í gongd um at fáa orku burtur úr øðrum enn olju. So tað ger einki, um játtanin verður strikað. Hon kann altíð setast í aftur fíggjarlógina, verður brúk fyri tí, sigur landsstýrismaðurin. Hann nevnir millum annað ein kaðal millum Føroyar og Ísland. Stuðulin til orkusparing er spardur burtur. Ikki ein króna er sett av til verkætlanir um alternativa orku í fíggjarlógini fyri 2014. Orsøkin er sparing, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum. Hann sigur, at nógvar verkætlanir eru nú í gongd um at fáa orku burtur úr øðrum enn olju. So tað ger einki, um játtanin verður strikað. Hon kann altíð setast í aftur fíggjarlógina, verður brúk fyri tí, sigur landsstýrismaðurin. Nú ber til at søkja um stuðul og rakstur til mentanarsøgulig skip. Stuðulin er tilsamans 400.000 krónur í ár, og Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, hevur gjørt av, at meginparturin, er 370.000 krónur, verður rakstrarstuðul, og 30.000 krónur verða settar av til átekningar. Løgtingið samtykti í vár lóg um stuðul til mentanarsøgulig skip, og í summar var kunngerðin lýst. Hon ásetur, hvussu stuðulin verður býttur, eftir tilmæli frá Søvnum Landsins. Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, sigur, at mentanarsøguligu skipini hava stóran týdning, men tað er fíggjarliga tungt at reka tey. Og lógin kann vera við til at stuðla sjálvbodnu kreftunum, ið virka fyri at hava skipini siglandi. Bretska løgreglan sigur seg ein av fyrstu døgunum at fara at almannakunngera eina mynd av einum manni, sum er undir illgruna fyri at hava rænt smágentuna, Madeleine McCann. Í summar fekk Scotland Yard loyvi til at byrja sína egnu kanningar av hendingini, og herfyri kunngjørdi leiðarin, at stór framstig vóru gjørd. Vit halda okkum nú hava eina greiða vitan um, hvussu Madeleine varð rænd, og eisini halda vit okkum vita, hvør rændi hana, sigur leiðarin, Andy Redwood, við norska blaðið Verdens Gang. Tað eru seks ár síðani Madeleine hvarv, tá hon saman við foreldrunum helt summarfrí í Portugal. Scotland Yard hevur avhoyrt fleiri enn 400 fólk í málinum, bæði í Bretlandi og í øðrum londum, og tað tykist hava borið ávøkst, sigur kanningarleiðarin. Spurningurin, sum stendur eftir, er, hvørt ábyrgdin er rætt plaserað og hvussu álitið á politisku skipanina skal endurreisast. Brynhild Thomsen, journalistur og fyrrverandi blaðstjóri á Dimmalætting, og Gestur Hovgaard, lektari í sosialvísind á Fróðskaparsetrinum greina og viðmerkja støðuna. Føroyska byggivinnan stendur seg illa í kappingini við byggivinnur aðrastaðni, og henni tørvar arbeiðsmegi. Handverkarar, fólk í oljuvinnuni og sjóvinnuni rýma av landinum, har tey kunnu vinna meiri enn her heima. Umboð fyri vinnuna, fólk, sum starvast uttanlands, fakfólk og landsstýrismaðurin í vinnumálum skifta orð um støðuna. Hjálpin í Heimatænastuni hevði verið betri, um starvsfólkabólkarnir samstarvaðu meira, halda heilsurøktarar. Fakfelagsforkvinnur viðgera trupulleikan. Liljan Weihe, Karolina Thostrup og Solby Christiansdóttir leggja tilrættis. Einasti mannligi sjúkrarøktarfrøðingurin í leiðandi starvi á Landssjúkrahúsinum hevur ikki mist serligu førleikaviðbótina, sum umleið 25 leiðandi sjúkrarøktarfrøðingar kring landið kvinnur hava mist. Eitt mistak, sigur sjúkrahússtjórin, sum er farin at endurskoða og kanna, um manligi sjúkrarøktarfrøðingurin eisini skal missa førleikaviðbótina. Hann vísir aftur, at Landssjúkrahúsið ger mun á monnum og kvinnum. Felagið Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar fór í vár í Gerðarrættin við málinum um mistu førleikaviðbótini hjá øllum teimum 25 sjúkrarøktarfrøðingunum, sum hava fingið fráboðanarskriv um, at tey missa førleikaviðbótina. Eftir øllum at døma fer Miðflokkurin við Jenisi av Rana á odda at tryggja, at ein kanningarstjóri verður settur at lýsa leiklutin hjá løgmanni og landsstýrinum í sambandi við Skálafjarðartunnilin. Í fyrsta umfari vil Jenis av Rana hava samgonguna at taka stig til at seta kanningarstjóra. Eydnast tað ikki, er hann til reiðar at taka undir við øðrum tiltøkum at faa sett kanningarstjóra. Grein 38 í løgtingslóg um Stýrisskipan Føroya sigur, at landsstýrismálanevndin kann krevja av løgtingsformanninum, at hann setir ein kanningarstjóra, um nevndin hevur illgruna um, at óreglusemi er farið fram. Tveir fimtingar av tingmanningini tað er 14 tingfólk hava eisini møguleika at seta fram slíkt krav. Løgmaður var hjástaddur, tá avtala varð gjørd millum táverandi Innlendismálaráðið og Copenhagen Infrastructure Partners, CIP, um at danska fyritøkan skuldi fáa eina millión krónur í endurgjaldi, varð avtalan ikki gjørd, áðrenn august mánaður var úti. Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at CIP royndi at trýsta seg til eisini at skriva undir avtaluna, men tað noktaði hann. Løgmaður heldur fast um, at hann er ikki partur av endurgjaldavtaluni við CIP. Í dag hoyra vit 4part av hoyrispælinum um tey í Mórugøtu 8. Nú eru børnini Kenneth og Katja aftur heima hjá foreldrunum, eftir at tey vóru send út til Skúvoyar. Hetta er røð av fleiri, sum hava verið at hoyra í Barnaútvarpinum, seinastu árini. Jákup Veyhe skrivar og leggur til rættis. Veiðigjaldið og avreiðingargjaldið fyri makrel og norðhavssild næsta ár er fyrsta málið á dagsskránni hjá løgtinginum í dag. Fiskimálaráðið hevur lagt somu lóg, sum er galdandi í ár, fyri tingið, tí lógin hevur samband við fíggjarlógina fyri 2014. Í ár ætlaði landsstýrið at fáa 107 milliónir krónur í tilfeingisgjaldi fyri makrel og sild, og tað tykist at fara at eydnast, nú fiskiskapurin hevur verið so góður. Enn veit tó eingin, hvørjar kvotur vera næsta ár. Tí verður lógin seinni broytt, so hon svarar til kvoturnar. Minni kvoturnar verða, størri verða gjøldini fyri at fáa fatur í teimum 107 milliónunum. Sandoyggin er eisini á skránni í dag, bæði virknis og umlættingardepil til børn og ung og berghol til Dals. Almannamálaráðið hevur lagt fram lógaruppskot um virknis og umlættingardepil í Sandoynni til børn og ung við serligum avbjóðingum. Depilin má ikki kosta meira enn 12,4 milliónir krónur Raksturin er mettur at kosta hálva fjórðu millión um árið. Og løgtingsmenninir Páll á Reynatúgvu í Tjóðveldi og Hendrik Old í Javnaðarflokkinum vilja hava berghol til Dals, Fámjins, Gjáar og Tjørnuvíkar. Tað er framvegis ógreitt, hvat hevur hent libyska forsætisráðharranum, Ali Zeidan. Fleiri fjølmiðlar skriva, at forsætisráðharrin er rændur í morgun. Varaforsetin í Libya hevur í skundi kallað hinar ráðharrarnar í stjórnini á fund í morgun at viðgera støðuna. Hildið verður, at tað eru fyrrverandi uppreistrarmenn í landinum, sum hava burturflutt forsætisráðharran. Men enn tykist rættiliga ógreitt, tað sum hevur hent. Ein talskvinna hjá forsætisráðharranum váttar, at forsætisráðharrin er rændur Og á eini almennari heimasíðu hjá libysku stjórnini stendur, at ein bólkur, av ókendum orsøkum, hevur hevur tikið Ali Zeidan til eitt ókent stað. Hendingin skal, sum skilst á CNN, vera farin fram í høvuðsstaðnum Tripoli á einum gistingarhúsi sum eitur Corinthian Hotel. Eitt starvsfólk á gistingarhúsinum sigur við CNN, at ongi skot vórðu loyst av, at vápnaðu menninir bóru seg virðiliga at og fylgdu forsætisráðharranum út til eitt bilafylgi, sum bíðaði uttanfyri. Hann sigur, at tað líktist mest eini handtøku og ikki eini burturflyting. Libya hevur verið merkt av harðskapi og lógloysi síðan 2011, tá landsins leiðarin, Moamar Gadaffi, varð koyrdur frá og seinni dripin. Ali Zeidan gjørdist forsætisráðharri á heysti 2012. Hann hevur í áratíggju stríðst móti stjórnini hjá Gadaffi. Hann var sendimaður hjá Gadaffi, men vendi stýrinum bakið í 80 unum, tá hann var sendimaður í India. Eftir tað livdi hann útvið 30 ár í útlegd. Seinastu tvey árini hevur stjórnin í Libya stríðst móti ymiskum hernaðardeildum, sum hava tikið valdið í pørtum av landinum. Serliga í eystara partinum av landinum krevja tey sjálvstýri, og hava forðað oljuframleiðsluni, sum er týdningarmikil fyri landið. Bæði Trivnaðarnevndin hjá løgtinginum og Landssjúkrahúsið vilja hava sálarfrøðingar við í lógina um løggildingar hjá heilsustarvsfólki. Heilsumálaráðið hevur biðið løgtingið seta í gildi ríkislógartilmæli, sum savnar allar ásetingar um løggildingar hjá heilsustarvsfólki í einari lóg. Danska lógin frá 2006 er lagað til føroysk viðurskifti. Trivnaðarnevndin tekur undir við uppskotinum og mælir løgtinginum til at samtykkja tað. Tá nevndin umrøddi málið, varð spurningurin um løggilding av sálarfrøðingum viðgjørdur. Trivnaðarnevndin heldur tað hava stóran týdning at tryggja, at bara fólk, sum hava løggilding ella hava góðkenda útbúgving, sleppa at viðgera fólk við sálarsjúku ella fólk, sum eru í kreppu. Sum heild hevði tað verið skilagott, at alt økið, sum umfatar ráðgevar, viðgerðir og viðtalur verður eftirmett soleiðis, at trygd fæst fyri, at tað almenna bara vísir til góðkendar viðgerðir, sigur nevndin. Á tingfundinum í dag fer løgtingið at atkvøða um uppskotið um at dagføra lógina um løggilding hjá heilsustarvsfólki. Lógin kemur í staðin fyri 35 gamlar kongaligar fyriskipanir. Tann elsta er frá 1935. Tann nýggjasta kom í 2005. Í galdandi lóg í Føroyum um heilsustarvsfólk eru ongar ásetingar um løggilding av kiropraktorum, ergoterapeutum, fysioterapeutum, optikarum ella almanna og heilsurøktarum. Í uppskoti til eykajáttanarlóg verður biðið um pengar at keypa skipið fyri. Tá játtanin er samtykt, verður skipið keypt. Á fíggjarlógini næsta ár er peningur settur av at uppstiga ferjuna. Tá tilboðini komu inn, gjørdist greitt, at tunnilin kostar nógv meira enn 162 milliónir. Nú Landsverk hevur kannað tilboðini, er kostnaðurin 187 milliónir krónur. Landsverk er biðið um at meta, um til ber at fáa tunnilin fyri 162 milliónir, sum løgtingið hevur játtað. Í annaðkvøld verður stórt hátíðarhald í Frelsunarherinum í Havn, nú húsini eru liðugt umvæld og lata upp í morgin, sum eini nýggj hús við øllum hentleikum. Men hvat hava hesi nýggju húsini at bjóða teimum, sum hava sína dagligu gongd í Frelsunarherinum Vit vóru inni á gólvinum hjá Frelsunarherinum í Tórsgøtu í morgun har vit hittu Bernhard Petersen. Sjálvir siga Strube og Graversen, at søgurnar snúgva seg ikki um merkisverdar sjálvrealiserandi hendingar sum til dømis eina torføra fjallaklintran ella áralanga jørðumferð. Teir báðir greiða heldur frá um teirra fjáltrandi favnløg við lívið, kvinnurnar, kærleikan og um tær meira pínligu og løgnu løturnar. Teir leggja dent á , at talan ikki er um stand up. Her fáa søgurnar rúm og tíð til at menna seg og taka skap. Andstøðuflokkarnir vilja hava løgtingið at samtykkja misálit á løgmann, í kjalarvørrinum av handfaringini av málinum um Eysturoyartunnilin. Taks ger nú sítt egna logg inn, tí stovnurin kann ikki bíða eftir talgildu undiskriftini, sum landsstýrið hevur arbeitt við í áravís. Talgilda undirskriftarskipanin var partur av Visjón2015, sum var løgd fram í juni 2006. Tá varð tíðarfreistin sett til at vera í 2007. Men enn er ongin undirskrift komin, og nú hevur Taks mist tolið. Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, heldur, at besta loysnin er ein felags talgild undirskrift, og hann væntar og vónar, at skipanin verður klár í 2015. Taks ger nú sítt egna logg inn, tí stovnurin kann ikki bíða eftir talgildu undiskriftini, sum landsstýrið hevur arbeitt við í áravís. Talgilda undirskriftarskipanin var partur av Visjón2015, sum var løgd fram í juni 2006. Tá varð tíðarfreistin sett til at vera í 2007. Men enn er ongin undirskrift komin, og nú hevur Taks mist tolið. Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, heldur, at besta loysnin er ein felags talgild undirskrift, og hann væntar og vónar, at skipanin verður klár í 2015. Helvtin av peninginum frá landsinnavningini hjá Reyða Krossi í ár verður nýtt til neyðhjálpararbeiði í Sýrialandi, har fleiri milliónir flóttafólk helvtin børn flýggja undan krígnum. Landsinnsavningin setti met. Inn komu 817.000 krónur, og sostatt verða góðar 400.000 krónur nýttar til hjálpararbeiði í Sýrialandi. Hin helvtin er til bráðfeingis hjálp, so Reyði Krossur, beinan vegin ein vanlukka rakar, kann veita hjálp. Og ein partur av peninginum verður eisini nýttur til sosiala virksemið hjá Reyða Krossi í Føroyum. Hetta er besta úrslitið nakrantíð. Vit eru sera takksom fyri stóra stuðulin og álitið frá føroyingum, sigur Hjalti í Jákupsstovu, formaður í Reyða Krossi. Løgtingið fer klokkan 13 at viðgera uppskotið frá formonnunum í Tjóðveldi, Javnaðarflokkinum og Framsókn um misálit á løgmann fyri handfaringina av málinum um Eysturoyartunnilin. Uppskotið er júst lagt fram í tinginum, og sambært reglunum skal viðgerð av øllum øðrum málum steðga, tí løgtingið skal viðgera uppskotið um misálit. Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, hevur niðurlagt tingfundin í hálvan tíma, so løgtingsfólk fáa høvi at lesa uppskotið. Hann hevur sett tingfundin at byrja aftur klokkan 13. Pápin er yrkistónleikari og tónleikaralærari á Tórshavnar Musikskúla, og Theodor og systkin hansara, eru eisini uppvaksin við klassiskum tónleiki. Óluva Zachariasen hitti Poul Michelsen, formann í Framsókn, og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, í tinginum beint eftir, at uppskotið um misálit varð lagt fram. Tvey fólk hava skrivað brøv til sálarfrøðingin um júst sama evnið. Hetta at fartelefonin tekur alt ov nógva tið frá okkara nærmastu. Ein mamma spyr um børn og seksualitet, meðan ein onnur mamma spyr, hvussu hon og eksmaðurin eiga at deila børnini, nú tey eru farin frá hvørjum øðrum. Fyri løtu síðani fór løgtingið at viðgera uppskotið um misálit á løgmann, og fyrsti røðari er Jákup Mikkelsen úr Fólkaflokkinum. Útvarpið sendir beinleiðis frá tingviðgerðini. Eisini ber til at fylgja við orðaskiftinum í sjónvarpinum og á netinum her Beinleiðis tingvarp Her er uppskotið, sum Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Framsókn hava lagt fram. UPPSKOT UM MISÁLIT Á LØGMANN Letur upp í nýggjum kaga Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, sum í dag hevur biðið fíggjarnevndina hjá løgtinginum um pengar burtur av teimum sjey milliónunum, sum eru játtaðar til altjóða gerðarrættin um boykottið hjá ES. Tað er umráðandi at tryggja, at bara fólk, sum hava løggilding ella góðkenda útbúgving, sleppa at viðgera fólk við sálarsjúku ella fólk, sum eru í kreppu.Tað heldur Trivnaðarnevndin hjá løgtinginum. Løgtingið hevur samtykt ríkislógartilmælið um at dagføra lógina um løggilding hjá heilsustarvsfólki. Lógin kemur í staðin fyri 35 gamlar kongaligar fyriskipanir. Tann elsta er frá 1935. Tann nýggjasta kom í 2005. Heilsumálaráðið bað løgtingið seta í gildi ríkislógartilmæli, sum savnar allar ásetingar um løggildingar hjá heilsustarvsfólki í einari lóg. Danska lógin frá 2006 er lagað til føroysk viðurskifti Øll samgongan stendur saman um løgmann, og tí er greitt, at uppskotið frá Tjóðveldi, Javnaðarflokkinum og Framsókn verður ikki samtykt. Jákup Mikkelsen, formaður fyri tingmanningina hjá Fólkaflokkinum, sigur, at landsstýrismálanevndin eigur at fáa frið at viðgera málið um handfaringina av málinum um Eysturoyartunnilin. Uppskotið, sum hevur til endamáls at loyvum samkyndum í Føroyum at giftast, hevur fingið grønt ljós frá umsitingini í løgtinginum, og málið verður lagt fram í næstum. Í Danmark hava samkynd kunnað skrásett seg við serlógini um skrásett parlag. Men 15. juni í fjør varð lógin avtikin, samstundis sum hjúnarbandslógin í Danmark varð broytt, so samkynd í Danmark nú kunnu gifta seg á sama hátt og við somu rættindum sum onnur. Ætlanin hjá Poul Michelsen, Bjørt Samuelsen og Rigmor Dam er ikki at nerta føroysku fólkakirkjuna, ið verður undantikin, um uppskotið verður samtykt. Uppskotið, sum hevur til endamáls at loyvum samkyndum í Føroyum at giftast, hevur fingið grønt ljós frá umsitingini í løgtinginum, og málið verður lagt fram í næstum. Ætlanin er at broyta hjúnarbandslógina, sum er danskt máløki. Í Danmark hava samkynd kunnað skrásett seg við serlógini um skrásett parlag. Men 15. juni í fjør varð lógin avtikin, samstundis sum hjúnarbandslógin, galdandi fyri Danmark varð broytt, so samkynd í Danmark nú kunnu gifta seg á sama hátt og við somu rættindum sum onnur. Ætlanin hjá Poul Michelsen, Bjørt Samuelsen og Rigmor Dam er ikki at nerta føroysku fólkakirkjuna, ið verður undantikin, um uppskotið verður samtykt. Hoyr Heina Gaard greiða frá. Tað er ikki við misálitum, at landsstýrisfólk og løgmenn verða koyrd frá. Sambært yvirlitinum hjá løgtinginum yvir misálit síðani 2002, er misálit ongantíð samtykt í tinginum. Í 2002 løgdu umboð fyri Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin uppskot um misálit á Jørgen Niclasen, táverandi landsstýrismann í fiskivinnumálum, fyri ikki at hava útint umleggingina av lánum til fjarfiskiflotan á lógligan hátt. Uppskotið var tó tikið aftur, tí Jørgen Niclasen avgjørdi at fara frá sum landsstýrismaður. Tvey ár seinni stóð Jóanes Eidesgaard, løgmaður, fyri tørni. Tjóðveldi legði uppskot um misálit fyri tingið. Grundgevingin var handfaringin hjá honum av samráðingum, avtalum og lógaruppskotum í sambandi við ríkisrættarligu støðuna hjá Føroyum. Eisini vóru málini um miðnámsskúlan í Suðuroynni og frítíðarskúlan á Tvøroyri partur av grundgevingini. Uppskotið um misálit á Jóanes Eidesgaard fall. Í 2006 setti Kári P Højgaard, tingmaður, misálit á Bjørn Kalsø, táverandi landsstýrismann í fiskivinnumálum, fyri ikki at hava handlað í sambandi við útlendskan kapital í fiskivinnuni. Tað uppskotið fall eisini. Árið eftir í 2007 kemur aftur eitt uppskot um misálit á Jóanes Eidesgaard, løgmann. Tað er frá tinglimum í Miðflokkinum, Tjóðveldi og Sjálvstýrisflokkinum. Uppskotið verður kortini tikið aftur. Í 2008 leggur Kári á Rógvi, tingmaður hjá Sjálvstýrisflokkinum, fram uppskot um misálit á Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum, fyri at veita serstuðul til Smyril Line. Uppskotið verður tó tikið aftur. Og so eru tvey uppskot um misálit í 2009. Annað er frá Miðflokkinum á Rósu Samuelsen, táverandi landsstýriskvinnu í almannamálum, og hitt á Kaj Leo Hohannesen, løgmann, har umboð úr Miðflokkinum, Tjóðveldi og Sjálvstýrisflokkinum reisa misálit. Bæði uppskotini fella. Málið hevur skund, tí ein loysn fyri skúlarnar í høvuðsstaðnum skal við í fíggjarkarmarnir fyri 2014 hjá kommununi. Fíggjarætlanin er í løtuni er til viðgerðar í fíggjarnevndini hjá býráðnum. Í mai í ár vóru Torbjørn Joensen úr Kollafirði og nógvir aðrir gamlir trolaramenn ymsa staðni úr Føroyum við á einum trolaracruise í Íslandi, har teir í hugaheiminum vórðu fluttir aftur til tíðina við gomlu síðutrolarunum, ið komu til landið miðskeiðis í seinastu øld. Ferðalagið vitjaði millum annað eitt trolarasavn á Norðfjørðinum. Hallur E. Thomsen og Tórður Mikkelsen vóru við á ferðini og hava gjørt sendingina. Løgmaður fortaldi ikki løgtinginum um endurgjaldið, og tá hann varð beinleiðis spurdur um avtaluna, avsannaði hann hava verið við til at gera hana. Seinni segði løgmaður seg hava gloymt, um avtalan varð gjørd liðug hendan dagin. Sí innslag í Degi amp Viku og samrøðu við Jenis av Rana, formann í Miðflokkinum, ið sum tann einasti floksformaðurin í samgonguni vildi koma í sjónvarpsstovuna at vera gestur hjá Finni Koba. Arbeiðið at skræða alt innan úr gamla bygninginum hjá Frelsunarherinum í Havn byrjaði 7. novembur í fjør, og longu í morgin er klárt at flyta innaftur í ein spildurnýggjan bygning. Pápin er yrkistónleikari og tónleikaralærari á Tórshavnar Musikskúla, og Theodor og systkin hansara, eru eisini uppvaksin við klassiskum tónleiki. Í dag hoyra vit 5. part av hoyrispælinum um tey í Mórugøtu 8. Nú eru børnini Kenneth og Katja aftur heima hjá foreldrunum, eftir at tey vóru send út til Skúvoyar. Hetta er røð av fleiri, sum hava verið at hoyra í Barnaútvarpinum, seinastu árini. Jákup Veyhe skrivar og leggur til rættis. Longda freistin hjá Kára P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismanni í innlendismálum, at svara landsstýrismálanevndini hjá løgtinginum í málinum um Eysturoyartunnilin, er úti í dag. Verður niðurstøðan hjá landsstýrismálanevndini, at Kári P. Højgaard hevði ikki heimild at skriva undir endurgjaldsavtaluna við CIP, og hann hevur afturhildið upplýsingar fyri tinginum, so fer landsstýrismálanevndin eisini at kanna Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann. Tað staðfesti floksfelagin hjá løgmanni í landsstýrismálanevndini, Eivin Jacobsen, eftir at uppskotið um misálit á løgmann var felt í gjár. Hann vísir aftur, at landsstýrismálanevndin hevur útihýst møguleikan at seta ein kanningarstjóra at kanna tunnilsmálið. Bert fýra av teimum seks tinglimunum í Javnaðarflokkinum tóku undir við uppskotinum um misálit á løgmann í løgtinginum í gjár,. formaðurin í flokkinum, Aksel V. Johannessen, var við til at leggja uppskotið fram. Gerhard Lognberg sigur, at hann vil ikki brenna brýr, og Kristin Michelsen sigur, at hann vil hava kanningarstjóra at kanna tunnilsmálið. Kári P. Højgaard í Sjálvstýrisflokkinum atkvøddi eisini blankt. 11 atkvødu fyri uppskotinum, men øll 19 tingfólkini í samgonguni atkvøddu ímóti, og tí fall málið. Byggifelagið Articon fekk arbeiðið at gera vegir og annað jørðarbeiði í vindmyllulundini hjá SEV í Húsahaga í Suðurstreymi. SEV fekk fimm tilboð upp á arbeiðið. Articon hevði lægsta tilboðið og ger arbeiðið fyri 10 milliónir krónur Arbeiðið at gera økið byggibúgvið skal vera liðugt fyrst í mai næsta ár, tá tær 13 myllurnar skulu setast upp. Arbeiðið at seta myllurnar upp tekur tveir mánaðir. Síðani verða tær royndar, og so tiknar í brúk næsta heyst. Vindorkan verður næstan trífaldað, tá vindmyllulundin í Húsahaga er liðug, upplýsir SEV. Í dag fáast tíggju prosent av streyminum frá vindi. Tá myllurnar í Húsahaga verða knýttar í elnetið, fer vindorkan upp í 26 prosent. Vatnorkan er 35 prosent, so um eitt ár koma 60 prosent av streyminum, sum SEV ger, frá varandi orkukeldum. 30.september skrivaði SEV undir sáttmála við týsku fyritøkuna ENERCON um at byggja og seta upp 13 vindmyllur í Húsahaga. Myllurnar kosta 85 milliónir krónur Tær eru sama slag sum myllurnar hjá SEV í Neshaga. Handverksmeistarar í Føroyum kunnu ikki gjalda somu lønir sum starvsfelagar teirra í Norra. Í hvussu so er ikki so leingi sum lønarskatturin í Føroyum er hægri enn í Norra. Tað fekk ilt í handverksmeistarar, tá teir mánakvøldið hoyrdu løgmann siga í Degi og Viku, at teir kunnu geva sínum fólki eina ordiliga løn, so handverkararnir ikki fara til Norra at arbeiða. Men so einføld er loysnin ikki, sigur Handverksmeistarafelagið. Høgi føroyski lønarskatturin ger, at føroyska tímalønin skal vera nógv hægri enn tann norska, um ein handverkari skal hava tað sama eftir við at arbeiða í Føroyum sum í Norra, sigur felagið. Felagið sigur, at nógvir handverksmeistarar í Føroyum lata meira í løn enn sáttmálin sigur fyri at fáa fólk. Men tað ber ikki til hjá føroyskum arbeiðsgevarum at gjalda norskar lønir uttan so, at rokningarnar til kundarnar eisini fara at líkjast teimum norsku. Harafturat er tað drepandi fyri kappingarførið hjá vinnuni, um lønirnar hækka so nógv, uttan at tað er grundað á hægri virðisskapan. Í Norra ger virðisskapanin í oljuvinnuni, at til ber at hava so góðar lønir. Í Føroyum klára vit ikki enn at skapa virði, sum kunnu kappast við oljutjóðina Norra, sigur Handverksmeistarafelagið. Men var skatturin í Føroyum líka lítil, ella minni enn tann, sum føroyskir handverkarar rinda í Norra, hevði tað sannlíkt eydnast at varðveitt ein munandi part av handverkarunum í Føroyum, er niðurstøðan hjá Handverksmeistarafelagnum. Felagið biður tí løgmann sjálvan fara í arbeiðsklæðini og fáa skattin niður og gera tað lættari at fáa útlendskar handverkarar til Føroya. Tað er vorðið bíligari at liva í Føroyum. Sambært Hagstovuni er brúkaraprístalið lækkað seinasta árið. Renta, trygging, olja og telesamskifti eru lækkað, men klæðir og skógvar eru dýrkað mest. Klokkan 17 45 í kvøld byrjar sjónvarpið at senda frá A landsdystinum í fótbólti hjá monnum millum Føroyar og Kasakstan, sum verður spældur á Tórsvølli. Kringvarpið fær regluliga fyrispurningar fra føroyingum, ið eru staddir uttanlands, um til ber at síggja landsdystirnar beinleiðis á kvf.fo . Tíverri kann dysturin ikki vísast uttanfyri landoddarnar. Orsøkin er, at Kringvarpið ikki hevur rættindi at stroyma landsdystirnar hjá A landsliðnum í fótbólti hjá monnum uttanfyri føroysku landoddarnar beinleiðis við myndum á kvf.fo. Til ber sjálvandi at hoyra dystin beinleiðis í netvarpinum á kvf.fo, tí útvarpið fer eisini at siga frá dystinum. Útvarpið byrjar at senda klokkan 16 03, og tú kanst lurta beinleiðis her Útvarpið Beinleiðis letur upp í nýggjum kaga Vápnaðir menn tóku tíðliga gjáramorgunin forsætisráðharran á einum hotelli í høvuðsstaðnum, Tripoli. Zeidan varð hildin fangi í fleiri tímar, áðrenn hann varð latin leysur. Hendingin er bert ein av mongum, sum benda á at lógloysi valdar í landinum, eftir at Muammar Gadaffi varð koyrdur frá í 2011, og síðani tikin av døgum. Forsætisráðharrin hevur enn ikki greitt almenninginum frá, hvat hendi í gjár. Tað fer hann at gera seinni, sigur hann. Ein bólkur av fyrverandi uppreistrarmonnum hevur átikið sær skyldina, skrivar AFP tíðindastovan. Ali Zeidan varð valdur til forsætisráðharra fyri einum ári síðani. Hann er fyrrverandi sendiharri hjá Gadaffi, men í 1980 vendi hann Gadaffi bakið, meðan hann var virkaði sum sendiharri í India. Síðani livdi hann í útlegd í umleið 30 ár. Høvuðsstaðarkommunan roynir nú at selja landinum Venjingarskúlan í Havn. Kommunan sendi 4. oktober Mentamálaráðnum eitt uppskot um sølutilgongd. Sambært uppskotinnum skal kommunan umvæla skúilan, áðrenn landið yvirtekur hann. Mentamálaráðið hevur áður boðað frá, at ein góð loysn at bøta um hølisviðurskiftini hjá Fróðskaparsetrinum er at savna alt virksemi hjá Setrinum á Venjingarskúlanum og økinum uttan um skúlan. quot Ein mamma er í villareiði, hvør skal bjóðast við í fimm ára føðingardegin hjá soninum. Nøkur fá, sum hann sigur vera sínar vinir Ella øll í barnagarðsstovuni quot quot Vermóðirin er sera kedd, tí hon hevur eitt stak vánaligt samband við sína verdóttir. Hon sigur seg hava roynt alt, men verdóttir ønir henni ikki aftur. quot quot Foreldur hava barn, sum gongur á studentaskúla. Samstundis er ungfólkið sera aktivt ítróttarfólk. Hann ger alt fyri at fáa gott prógv, samstundis sum ítrótturin fyllir nógv. Men onnur finnast at honum, at hann ikki hevur annað vinnuligt arbeiði afturat skúla og ítrótti. Foreldrini halda, at tá tey kunna hjálpa dronginum, so hví ikki gera tað quot quot Ein mamma skrivar, at mamman hoyrir til Brøðrasamkomuna og maðurin er vanligur, passivur kirkjugangari. Nú hevur 14 ára gamla dótturin gjørt av, at hon skal doypast og konfirmerast. Vit sum foreldur stuðla henni fult og heilt, men mín trupulleiki er, hvussu eg sigi hetta við mína familju, sum øll hoyra til Brøðrasamkomuna. Hvussu fyribyrgi eg einari ósemju quot Haifaa Awad hevur frá byrjan verið virkin í sýrisku kollveltingini, sum byrjaði í mars 2011, og sum higartil hevur kostað yvir 100.000 mannalív og rikið umleið 4 milliónir fólk frá húsi og heimi. Í summar arbeiddi hon á einum felthospitali har norðuri í Sýria í ein mánaða. Hon hevur skrivað um sínar upplivingar í dagbók í donsku avísini Informatión, sum heili 200.000 lesarar hava lisið á alnótini. Og hon hevur skelkað danska almenningin við ógvusligu søgunum frá hermótinum og hospitalinum. ldquo Eg vil geva teimum mongu deyðu eitt navn og eitt andlit , sigur 27 ára gamla Haifaa Awad, sum hevur sýriskan uppruna, men sum flutti til Danmarkar sum sjey ára gomul. Hon er ein av teimum fáu eygnavitnunum, sum persónliga hevur upplivað kríggið. Hoyr hennara søgu mánakvøldið klokkan 19 50 eftir 3 2 í sendingini ldquo 25 minuttir í sjónvarpinum, og í netvarpinum á kvf.fo 25min har sendingin eisini verður tøk. Endamálið hjá felagnum Antares, virkar fyri at nøra um samstarv og samanhald í millum limirnar, og familjur teirra og eftir førimuni at verða teimum limum til hjálpar, sum á ein ella annan hátt koma illa fyri. Tey skipa eisini fyri fyrilestrum og á annan hátt savna inn vitan til limirnar, skipa fyri tiltøkum sum kann nøra um samanhaldið, og at samanseta og senda út tíðindi til Skip og bátar. Tvær broytingar eru í uppstillingini í mun til dystin móti Týsklandi. Hallur Hansson kemur inn á miðvøllin fyri Suna Olsen, sum er skaddur, men tó er millum útskiftararnar. Jónas Tór Næs er aftur í verjuni, hann hevði karantenu móti Týsklandi. Atli Gregersen er leikbannaður til hendan dystin. Sjónvarpið sendir dystin beinleiðis. Byrjað verður klokkan 17.45. Útvarpið sendir eisini dystin. Upptakt er í útvarpinum frá klokkan 15.00 Eydna Skaale er kend frá føroyska miðlaheiminum, millum annað sum vertur í sendingini Ghetto Føroyar á Rás 2, og í fríggjakvøldssendingini hjá sjónvarpinum, sum var víst í fjør summar. Hon er ikki bangin fyri at siga sína hugsan, og triðju hvørja viku ger Eydna Klummuna í Góðan Morgun Føroyar sendingini í Kringvarpinum. Hon hevur verið undir lesnaði í fimm ár, men nú er Eydna farin undir seinasta partin av útbúgvingini til c and. mag. í retorik og journalistik. Ætlanin er at flyta heim aftur til Føroyar áðrenn árskiftið, og hvør tann heilt serliga orsøkin fyri hesum er, verður avdúkað seinast í sendingini. Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, harmast, at Gerhard Lognberg og Kristin Michelsen ikki atkvøddu fyri uppskotinum um misálit á løgmann í tinginum í gjár. Men tað fær ongar avleiðingar ið hvussu er ikki enn, skilst á samrøðuni, sum Óluva Zachariasen gjørdi við Aksel V. Johannesen í útvarpstíðindunum. Hoyr hana her. Landsstýrismálanevndin hjá løgtinginum hevur nú fingið tað tilfar, sum hon skal brúka fyri at taka støðu til málini hjá Kára P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismanni, sum nevndin kannar. Nevndin kannar, hví Kári P. Højgaard ikki hevði tøl og aðrar niðurstøður hjá Landsverki um tunnil millum Eysturoynna og Streymoynna við í tingið, tá hann svaraði fyrispurningi har.Og hvørja heimild, hann hevði at lova Copenhagen Infrastructure Partners eina millión í break fee. Nevndin hevur fingið tilfar frá Fíggjarmálaráðnum, sum tað fekk frá Innlendismálaráðnum, og hoyringarsvarið frá Kára P. Højgaard kom seinnapartin í gjár. Felagsskapurin LGBT fegnast um, at løgtingið nú hevur givið grønt ljós fyri uppskotinum, sum kann slóða veg fyri, at samkynd eisini sleppa at giftast í Føroyum. Útvarpið hevur ikki sæð uppskotið, men sum skilst er eingin ætlan um at noyða føroyskar prestar at víga samkynd. Hvørki uppskotssetararnir ella felagsskapurin LGBT hevur nakað ynski um at troka seg inn í fólkakirkjuna. Danskir miðlar hava longu víst málinum ans ikki minst tí, at rættindi hjá samkyndum í Føroyum er danskt málsøki. Fleiri stórir danskir miðlar hava seinastu dagarnar vent sær til LGBT í Føroyum við fyrispurningum, sambært Eileri Fagraklett. Eins og skúlarnir hevur løgtingið heystfrí í næstu viku. Næsti tingfundur verður týsdagin 22.oktober. Tá skal tingið millum annað viðgera málini, sum vóru eftir á dagsskránni í gjár, tá uppskotið um misálit kom. Tvey mál viðvíkjan Sandoynni, virknis og umlættingardepil til børn og ung og berghol til Dals. Almannamálaráðið hevur lagt fram lógaruppskot um virknis og umlættingardepil í Sandoynni til børn og ung við serligum avbjóðingum. Depilin má ikki kosta meira enn 12,4 milliónir krónur Raksturin er mettur at kosta hálva fjórðu millión um árið. Og løgtingsmenninir Páll á Reynatúgvu í Tjóðveldi og Hendrik Old í Javnaðarflokkinum vilja hava berghol til Dals, Fámjins, Gjáar og Tjørnuvíkar. Sambært heimasíðuni hjá løgtinginum verður heldur eingin nevndarfundur í næstu viku. Orku og granskingardepilin á Kambsdali fær ikki 1,4 milliónir krónur úr landskassanum, sum annars eru settar av í fíggjarlógini fyri 2013. Vinnumálaráðið, sum umsitur stuðulin til alternativar orkuverkætlanir, vil ikki lata pengarnar. Orsøkin er, sigur Vinnumálaráðið í svari til smápartafelagið Rhesa, at Orku og granskingardepilin er ikki longur ein granskingardepli, sum er førur fyri at granska í orkuloysnum og vera við í granskingarverkætlanum. Vinnumálaráðið fekk ein uttanhýsis serfrøðing, Boga Bech Jensen, at ummæla verkætlanina hjá Rhesa. Játtanin, 1,4 milliónir krónur, í fíggjarlógini fyri 2013 var ætlað til at gera depilin á Kambsdali lidnan. Bogi Bech Jensen sigur í sínum ummæli, at depilin kann gerast liðugur fyri 1,4 milliónir. Men 1,4 milliónir eru ikki nóg mikið til at røkka endamálinum við verkætlanini, sum er at granska í orkuloysnum og menna vitan um, hvussu til ber at nøkta allan orkutørv í einum øki við varandi orku. Smápartafelagið Rhesa góðtekur ikki svarið hjá Vinnumálaráðið og hevur biðið um, at umsóknin um pengar verður viðgjørd av nýggjum. Vinnumálaráðið svarar, at so má tað fáa eina nýggja umsókn, har víst verður á formligan granskingarførleika hjá deplinum. Farið varð undir Orku og granskingardepilin á Kambsdali í 2008. Landskassin hevur higartil í ár fingið knappar 110 milliónir krónur í inntøkum frá uppsjóvarfiskiskapinum. Tað upplýsti landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum í løgtinginum í gjár. Jacob Vestergaard upplýsti, at Havsbrún hevur tikið ímóti 22.000 av teimum 135.000 tonsunum av makreli, sum eru fiskað í ár. Havsbrún hevur tikið lutfalsliga móti meira av sild, nevniliga 24.000 tons av teimum 70.000, sum higartil eru fiskað í ár. Nótaskipini hava 30.000 tons eftir at fiska í ár. Tað verður feit heystsild fyri nógv betri prís, og landsstýrismaðurin upplýsti, at meginparturin av hesum fer til matna. Tá ið ræður um makrelin, hevur Varðin Pelagic tikið ímóti størstu nøgdini, 35.000 tonsum. Faroe Pelagic í Kollafirði hevur fingið 33.000 tons, føroysk framleiðsluskip 28.000 tons, Havsbrún 22.000 tons, útlendsk móttøkuskip knøpp 16.000 tons, og 1300 tons eru landað til uppsjóvarvirkið í Vestmanna. Havsbrún hevur tikið ímóti mestu sildini, 24.000 tons. Faroe Pelagic í Kollafirði hevur tikið ímóti 15.000 tonsum, Varðin Pelagic á Tvøroyri 13.000, føroysk móttøkuskip 11.000, útlendsk móttøkuskip hava fingið 6.000 tons og virkið í Vestmanna 200 tons. Tingmaðurin hjá Javnaðarflokkinum, Kristin Michelsen, vísir aftur, at hann breyt avtaluna hjá flokkinum um at atkvøða fyri uppskotinum um misálit á løgmann. Kristin Michelsen sigur, at Aksel Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, sjálvur breyt eina avtalu um, at tingmanningin skuldi hittast, áðrenn uppskotið varð lagt fram. Hann heldur, at ein kanningarstjóri hevði verið tað rætta amboðið, heldur enn at leggja uppskot fram um misálit, og tað var eisini tað, sum tingmanningin var samd um fyri tveimum vikum síðani. Tað er sjálvdan at føroyska landsliðið í fótbólti fer av vøllinum, og heldur seg skulu hava fingið meira burtur úr enn javnleik. Men soleiðis var í kvøld. Føroyar høvdu størstu málmøguleikarnar, men fingu bert tað eina málið. Málið var eitt av teimum flottastu, sum Føroyar nakrantíð hava skorað. Nakað væl uttan fyri brotssteigin royndi Hallur Hansson seg við langskoti, og tað sat uppi í horninum. Føroyar á odda 1 0 í hálvleikinum. Kasakstan skapti næstan ongar málmøguleikar í øllum dystinum, og tað er langt síðani, at føroyski málverjin, Gunnar Nielsen, hevur verið so arbeiðsleysur. Men tann eini varð nóg mikið, tá tíggju minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki. Kasakstanar javnaðu til 1 1, og tóktust nøgdir við tað úrslitið. Tá fáir minuttir vóru eftir av dystinum komu Føroyar til fleiri møguleikar, tann eini av teimum var risastórur, men tað eydnaðist ikki Páll Klettskarð at fáa skot á. Dysturin endaði 1 1, og Føroyar fingu fyrsta stigið. Samanumtikið var føroyska avrikið gott. Allir leikararnir høvdu ein góðan dyst, og kempaðu fyri sakini. Millum bestu leikararnir vóru málskjúttin, Hallur Hansson, og teir báðir í vinstru síðu, Viljormur Davidsen og Pól Johannus Justinussen. Tað er sjálvdan at føroyska landsliðið í fótbólti fer av vøllinum, og heldur seg skulu hava fingið meira burtur úr enn javnleik. Men soleiðis var í kvøld. Føroyar høvdu størstu málmøguleikarnar, men fingu bert tað eina málið. Málið var eitt av teimum flottastu, sum Føroyar nakrantíð hava skorað. Nakað væl uttan fyri brotssteigin royndi Hallur Hansson seg við langskoti, og tað sat uppi í horninum. Føroyar á odda 1 0 í hálvleikinum. Kasakstan skapti næstan ongar málmøguleikar í øllum dystinum, og tað er langt síðani, at føroyski málverjin, Gunnar Nielsen, hevur verið so arbeiðsleysur. Men tann eini varð nóg mikið, tá tíggju minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki. Kasakstanar javnaðu til 1 1, og tóktust nøgdir við tað úrslitið. Tá fáir minuttir vóru eftir av dystinum komu Føroyar til fleiri møguleikar, tann eini av teimum var risastórur, men tað eydnaðist ikki Páll Klettskarð at fáa skot á. Dysturin endaði 1 1, og Føroyar fingu fyrsta stigið. Samanumtikið var føroyska avrikið gott. Allir leikararnir høvdu ein góðan dyst, og kempaðu fyri sakini. Millum bestu leikararnir vóru málskjúttin, Hallur Hansson, og teir báðir í vinstru síðu, Viljormur Davidsen og Pól Johannus Justinussen. Tá flokkurin ikki stendur saman í týdningarmiklum málum, er tað ikki serliga álitisvekjandi, og tað harmar meg, at tað ikki gongur flokkinum eftir vild. Tað sigur Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, sum í tinginum hósdagin noyddist at staðfesta, at ein triðingur av tingmanningini ikki tók undir við uppskotinum um misálit á løgmann fyri handfaringina av tunnilsmálinum. Tað er framvegis ógreitt, hvørjar avleiðingar tað fær fyri Gerhard Lognberg og Kristin Michelsen, at teir atkvøddu blankt henda dagin, men Aksel V. Johannesen ger greitt, at hann ætlar ikki at leggja frá sær sum floksformaður. Við 9 0 sigri á ÍF í Fuglafirði tryggjaði KÍ kvinnurnar sær í dag sítt fjúrtanda FM heitið á rað. Hetta FM heitið er serstakt, tí tað hevur við sær, at KÍ kvinnurnar eru komnar ájavnt met, sum menninir hjá Skonto Riga úr Letlandi eiga. Skonto Riga vann fjúrtan meistaraheiti á rað frá 1991 til 2004, men nú hava KÍ kvinnurnar gjørt tað sama. Tær hava verið FM vinnarar síðani ár 2000. KÍ leikarin, Rannvá Andreasen, sigur við Kringvarpið, at tær vilja gera nógv fyri at eiga metið einsamallar Tað er flott, at vit nú eisini eru komnar upp á fjúrtan á rað, men vit fara eisini eftir FM í 2014, tí so eiga vit metið einsamallar, sigur Rannvá Andreasen. Tað var tó Maria K. Thomsen sum gekk á odda við málskjótingini í dag. Maria skeyt fýra mál, øll í seinna hálvleiki. Maria er eisini toppskjútti hjá KÍ í ár við tilsamans 27 málum. Í dag hoyra vit 7.part av bókini MIo mín MIo. Astrid Lindgren skrivaði og Elin Súsanna Jacobsen týddi til føroyskt. Margreta Næss lesur. Í Kunoy var í farnu øld umráðandi at bøta um møguleikarnar hjá postbátinum og útróðrarbátunum at leggja at. Tá hesi viðurskifti vóru komin væl í lag, var farið undir veg suðureftir, berghol til Haraldssunds og fast samband við Borðoynna. Liviligari bleiv aftur í Kunoy. Í fyrru sendingini við Heina O. Heinesen í Kunoy verður tosað um umhvørvið kring Kunoyar bygd, samferðsluna, útróður og nakað væl um býlingin Heimi í Húsi. Nú fara strandarlondini at samráðast um, hvussu uppsjóvarfiskurin skal býtast millum londini næsta ár. Byrjað verður fyrrapartin í dag við svartkjaftinum. Samráðingarnar um svartkjaft eru til mikudagin. Fiskifrøðingarnir í ICES halda, at heildarkvotan í 2014 kann vera 950.000 tons. Sambært avtalu millum strandarlondini frá 2005 eiga Føroyar 26,1 prosent av kvotuni. Sambært tí fáa Føroyar 228.000 tons av svartkjafti næsta ár. Í ár er føroyska kvotan 155.000 tons. Fiskiskapurin eftir svartkjafti hevur verið lítil seinastu árini. Samstundis hevur tilgongdin verið góð. Hetta ger, at stóra niðurgongdin í stovninum, sum var síðani 2004, er steðgað. Svartkjaftastovnurin er nú í støðugari menning, sigur ICES. ICES heldur eisini, at makrelkvotan næsta ár kann hækka 64 prosent, men sildakvotan má minka 32 prosent. Strandarlondini eru framvegis ikki samd um makrel og sild, so enn er óvíst, hvussu nógvan makrel og hvussu nógva sild, føroyingar hava næsta ár. Samráðingarnar um sildina byrja mikudagin. Tríggir dagar eru settir av. Mikudagin í næstu viku verður so farið í holt við makrelin. Allir fundirnir vera á skrivstovuni hjá NEAFC í London. Og nú er ætlanin, at Aleqa Hammond, landsstýrisforkvinna, fær innbjóðing til næsta fundin í Hoyvíksráðnum, har hon kann vera eygleiðari, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður. Løgmaður og íslendski uttanríkisráðharrin, Gunnar Bragi Sveinsson, eru samdir um, at Ísland og Føroyar eiga at styrkja handilssambandið við Grønland. Løgtingið feldi hósdagin eitt uppskot um misálit á løgmann. Grundgevingin hjá fleiri tinglimum fyri at atkvøða ímóti uppskotinum var, at landsstýrismálanevndin arbeiðir við málinum og at nevndin skal hava frið at arbeiða. Men Landsstýrismálanevndin kannar bara ein part av leiklutinum hjá Kára P Højgaard, fyrrverandi landsstýrismanni í innlendismálum, og Sirið Stenberg, forkvinna í nevndini, hevur undrast á, at eingin tinglimur hevur heitt á nevndina um at kanna leiklutlin hjá løgmannii í tunnilsmálinum. 37 ára gamli, Jógvan Magnus Haugaard Olsen, ph.d, sum starvast á Syddansk Universitet, hevur fingið játtaðar 1,7 milliónir krónur frá Det Frie Forskningsr d til eina verkætlan innan telduviðgjørda lív alisfrøði og evnafrøði. Dronning Dagmar ligger i Ribe syg hevur verið kvøðin í ættini hjá Janusi og hann hevur valt eina upptøku við Dansifelagnum í Havn. Martin Tórgarð skipar. Harafturat letur hann lurtararnar fáa høvi at hoyra brot úr Gráatátti. Hákun Jacobsen skipar og vit hoyra Danisifelagið í Havn kvøða. Heðin Brú yrkti táttin eftir tvídráttin um jarðarlóggávuna síðst í tríatiárunum. Hann er ikki ofta kvøðin, hóast hann er væl yrktur og skemtiligur. Hóast barnatalið í Havn minkar, skal høvuðsstaðurin hava tveir rnýggjar dagstovnar. Birkilund skal byggjast upp aftur og nýggjur barnagarður skal byggjast í Kollafirði. Heðin Mortensen, borgarstjóri, væntar, at stovnarnir fara at kosta 20 miliónir krónur hvør, ella tilsamans 40 illiónir, og at arbeiðið byrjar í vár. Tiltakið Hoyma er í Gøtu 9. november. Konsertirnar verða millum kl 19 og 23. Allan dagin og kv ldið við, vera pottar og sauna hildin heit úti á keiini í Syðrug tu, soleiðis HOYMA gestir og onnur kunnu hita sær kroppaskinnið í pottum og sauna og til dømis taka ein svimjitúr í kalda norðuratlantshavinum. Lagt verður eisini upp til at onnur í bygdunum skipa fyri tilt kum gj gnum dagin, so at tað verður ein sannur óhátíðarligur hátíðardagur. Aftaná konsertirnar eru lidnar, er opið hús í T ting og í niðaru hædd í Valh ll so fólk kunnu hittast og deila upplivingar frá degnum saman við einum kaffimunni ella eini bjór. Í ldir var roykstovan ikki bara miðdepilin í f roysku heimunum, men eisini sjálvur meginásurin fyri skapan og varveiting av f roysku mentanini. Hetta, saman við gamla siðinum, at ganga húsagongd, seta vit í eitt nýtt h pi, við at skipa konsertir heima hjá fólki og leggja upp til húsagongd millum húsini. Heimakonsertir eru eitt kent fyribrigdi, serliga uttanlands, men sett saman á henda hátt, hava vit ikki sæð nakrastaðni fyrr. Í morgin er altjóða dagur teirra blindu, og henda dagin ætla Sjóndepilin og Føroya Blindafelag at halda í felag á Østrøm í Havn. Gestur íÍ útvarpsstovuni ímorgun var Ruth Thomsen, sum er forkvinna í Blindafelagnum. Kostnaðurin at umvæla Reinsaraíið er mettur til beint undir seks milliónir krónur, og væntandi verður arbeiðið liðugt einaferð tíðliga í komandi ári. Tórshavnar Kommuna hevur átt Reinsaríið, sum fyrr bleiv rópt Hansens Pakkhús, síðani í 1986, og bygningurin er kanska serliga kendur fyri, at Maria Olsen hevði reinsarí í erva í bygninginum í nógv ár. Løgfrøðiliga tilráðingin hjá Kára P. Højgaard, landsstýrismanni, segði, at hann hevði fulla heimild at lova Copenhagen Infrastructure Partners eina millión krónur fyri útreiðslurnar hjá felagnum, fekk felagið ikki endaligt svar frá landsstýrinum um Eysturoyartunnilin fyri 31.august. Tað sigur Kári P. Højgaard í svari sínum til Landsstýrismálanevndina. Nevndin vildi eisini hava at vita frá honum, hví hann ikki brúkti eitt svar hjá Landsverki, tá hann svaraði einum spurningi frá løgtingsmonnunum Høgna Hoydali og Akseli V. Johannesen um Eysturoyartunnilin. Hvussu nógv skal føroyska samfelagið gjalda eyka um árið, tá eitt privat felag skal hava vinning av fígging og rakstri, samanborið við, um landið sjálvt stóð fyri arbeiðinum, spurdu tingmenninir. Sambært Landsverki verður tunnilin 1,9 til tríggjar milliardir krónur dýrari sum privat verkætlan. Í mars í fjør var metingin, at privata ætlanin var 800 milliónir krónur dýrari, sigur Kári P. Højgaard í svarinum til Landsstýrismálanevndina. Men tað segði hann ikki í svarinum til Høgna Hoydal og Aksel V. Johannesen. Tí helt eg sum landstýrismaður ikki, at eg kundi leggja navn til, at spurningurin bleiv svaraður, sum Landsverk mælti til, sigur Kári P. Højgaard. Hann heldur ikki, at landsstýrisfólk eiga at lata svar hjá embætisfólki fara víðari, uttan at landsstýrisfólkið setir síni fingramerki, sum hann sigur, á tey. Landstýrisfólk hava endaligu ábyrgdina av, at svarini, sum fara út úr húsinum, eru røtt. Skulu landstýrisfólk geva tað svar, sum embætisfólkini koma við, verða tey bara quot ein stempulmaskina, ldquo sigur Kári P. Højgaard. Men Landsstýrismálanevndin kannar, um hann hevur dult týðandi upplýsingar fyri løgtinginum, upplýsingar, sum eru neyðugar hjá tingfólki at hava fyri at kunna viðgera og taka støðu til eitt mál. Landsstýrismálanevndin hevur fund 24.oktober, og fer tá at taka støðu til svarið hjá Kára P. Højgaard. Fiskiveiðieftirlitið fer ongan at melda í hesum umfarinum fyri ikki at boða frá landingum og avreiðingum. Tað sigur Elmar Højgaard, stjóri. Næst seinasta fríggjadag hótti Fiskiveiðieftirlitið við fútanum, tí fráboðanir fyri yvir hálva milliard krónur í landingum og avreiðingum vóru ikki komnar. Boðini vóru greið nú fekk vinnan eina viku at avgreiða fráboðanirnar, annars vórðu brotina á kunngerðina latin fútanum. Sambært kunngerð, sum kom í mai í fjør, skulu virki, sum keypa fisk, boða Fiskiveiðieftirlitinum frá við telduboðum, hvat avreiðingarvirðið er. Tá landað verður uttanlands, skal skipið boða frá. Elmar Højgaard sigur í dag, at tað verður ikki neyðugt at melda nakran í hesum umfarinum. Á heimasíðuni gjørdi Fiskiveiðieftirlitið eisini greitt, at í framtíðini verða brotini á kunngerðina uttan ávaring latin fútanum. Stjórin fyri Altjóða Gjaldoyragrunnin, Christina Lagarde, heitir á amerikansku politikararnar um at hækka skuldarloftið, sum fer úr gildi hósdagin. Verður eingin semja um fíggjarlógina í seinasta lagi hósdagin, fer USA í gjaldsteðg, og kann ikki rinda sínar rokningar. Tað er sera, sera ørkymlandi. Tað kann elva til ovurstóran fíggarligan ófrið og búskaparligt hóttafall, sigur stjórin fyri Altjóða Gjaldoyragrunnin í samrøðu við amerikansku sjónvarpsrásina, NBC News. Christine Lagarde samanber støðuna, tá fíggjarkreppan byrjaði í 2008, tá fleiri amerikanskir fíggingarstovnar fóru á heystin, sum hevði við sær drúgva búskaparliga afturgongd í øllum heiminum. Eisini aðrir leiðarar hava ekka um støðuna. Stjórin fyri Heimsbankan, Jim Yong Kom, heldur, sambært New York Times, at heiminum er dagar frá eini sera vandamiklari støðu, og at hetta kann serliga raka tey fátæku londini. Samráðingarnar millum Barack Obama, forseta, og republikanska samráðingarmaðurin, John Boehner, slitnaðu leygardagin. Í gjár gjørdu umboð fyri demokratarnar og republikanararnar enn eina roynd, men einki spurdist burturúr. Einki samband hevur verið millum Føroya Pedagogfelag og fíggjarmálaráðið og kommunala arbeiðsgevarafelagið seinastu níggju dagarnar. Men nú hevur pedagogfelagið sent øllum landsins kommunupolitikarum og landspolitikarum postkort. Tá Jens Stoltenberg, forsætisráðharri, hevur verið hjá Haraldi kongi og boðað frá, at stjórnin leggur frá sær, fer kongur væntandi at heita á stjórnina um at vera starvsstjórn til mikudagin, tá Høgra leiðarin, Erna Solberg, fer at kunngera nýggju stjórnina. Sambært norskum miðlum, hava Høgriflokkurin og Framburðsflokkurin avtalað, at 18 ráðharrar skulu manna nýggju, borgarligu stjórnina. Høgri fær 11 ráðharrasessir og Framburðsflokkurin sjey. Forkvinnan í Framburðsflokkurin, Siv Jensen, verður fíggjarmálaráðharri, og Børge Brende, sum í løtuni er stjóri í World Econmic Forum, verður uttanríkisráðhari. Norska tíðindastovan, NTB, skrivar, at Erna Solberg vónar, at Børge Brende kann bøta um viðurskiftini við Kina, sum hava verið sera kaldlig, síðani kinesiski andstøðingurin, Liu Xiaobo, fekk Nobel friðarheiðurslønina í 2010. Eygleiðarar vísa á, at Børge Brende í starvi sínum sum stjóri í World Econmic Forum hevur havt beinleiðis samband við kinesiska forsætisráðharran. Norra og Russland eru vorðin samd um, at kvotan næsta ár verður 993.000 tons, sum er 7.000 tons minni enn í ár. Kvotan er ásett eftir tilmæli frá ICES, altjóða havrannsóknarstovninum. Føroyar hava avtalu við Russland um tosk í Barentshavinum, men samráðingar um kvotuna næsta ár hava ikki verið enn. Seinastu árini hevur eingin avtala um sínámillum fiskirættindi verið millum Føroyar og Norra, millum annað um tosk í Barentshavinum. Í juli vóru tilsamans 8.221 løntakarar í privatu tænastuvinnununi. Tað eru 118 fleiri enn sama mánað í fjør. Framgongdin er hálvt annað prosent. Í byggivinnuni og tilvirkisvinnuni vóru 3.098 løntakarar í juli. Tað eru 56 færri enn sama mánað í fjør, og afturgongdin er 1,8 prosent. Løntakararnir í bólkinum, sum eitur Almenn og onnur tænasta, eru tilsamans 8.891, 91 færri enn í juli í fjør. Hinvegin eru 27 fleiri løntakarar skrásettir í bólkinum, sum eitur Fiski , ali og ráevnisvinna , ella tilsamans 4.111. Í juli vóru tilsamans 24.421 løntakarar skrásettir, tveir færri enn í juli í fjør. Men árstíðarjavnað vóru 23.710 løntakarar í juli samanborið við teir tríggjar mánaðirnar frammanundan, tá tað vóru umleið 23.650 løntakarar hvønn mánað, sigur Hagstovan. Tingfólkini hjá Tjóðveldi skjóta upp, at tingið skal heita á landsstýrið um at fyrireika og leggja fram lógaruppskot um tunnil til Dals, Fámjins, Gjáar og Tjørnuvíkar. Tey vísa á, at í mong ár hevði Landsverk eitt borilið, sum gjørdi tunlar til avbyrgdar og fjarskotnar bygdir í landinum, eitt nú til Gásadals. Boriliðið var eitt beinleiðis úrslit av grundhugburðinum við Landsverksfrøðingsstovninum, har aðalmálið var at binda bygdir saman og gera nøktandi farleiðir til øll búpláss í landinum. Páll á Reynatúgvu og Sirið Stenberg mæla til, at boriliðið verður endurstovnað, og at 15 milliónir krónur verða settar av um árið at bora fyri. Dalur, Fámjin, Gjógv og Tjørnuvík eru bygdir, sum høvdu fingið stórt gagn av boriliðnum, siga uppskotssetararnir. Mælt verður til at raðfesta arbeiðið í eini tíðarætlan, har tey, sum búgva í hesum bygdum, fáa ein grundaða vón um betri farleið í framtíðini. Gongst sum ætlað, verður ein virknis og umlættingardepil til børn og ung við serligum avbjóðingum tikin í nýtslu í Sandoynni í 2016. Annika Olsen, landsstýriskvinna, hevur biðið løgtingið um heimild at byggja depilin, og útreiðslurnar til verkætlanina kunnu í mesta lagi vera 12,4 milliónir krónur Ætlanin er, at virknis og umlættingardepilin skal vera karmur um virksemið hjá Stuðulsfólkaskipanini fyri børn í Sandoynni og eitt landsfevnandi tilboð um umlætting. Á deplinum vera átta umlættingarrúm, er kømur við egnum baðirúmi, og felagshøli til ymisk tilboð fyri umleið 15 fólkum. Umlættingarrúmini kunnu nýtast til børn og ung úr øllum landinum, og verður tørvur á tí, kunnu fýra umlættingarpláss skipast til varandibúpláss seinni. Almannaverkið sigur, at í løtuni eru 4 6 børn í Sandoynni, sum fáa tilboð frá Stuðulsfólkaskipanini. Ætlanin, sum fyriliggur, byggir á eitt tilmæli frá eini bygginevnd, sum hevur gjørt eina fyribils byggiskrá. Hon verður endaliga viðgjørd, tá tað er greitt, hvar í Sandoynni depilin skal byggjast, sigur Annika Olsen í viðmerkingunum til lógaruppskotið. Kjarnuboringarnar, sum eru eftir at gera í sambandi við Sandoyartunnilin, skulu nú gerast. Tað var einasta niðurstøðan á einum fundi í politiska tunnilsbólkinum hósdagin. Í summar arbeiddi nýútbúni læknin, Haifaa Awad, á einum lítlum krígshospitali á hermótinum har norðuri í Sýria. Í ein mánaða viðgjørdi hon tey mongu sivilu offrini, sum verða særd og lata lív í borgarakrígnum, sum byrjaði í mars 2011. Haifaa Awad er ein av teimum fáu vesturlendsku eygnavitnunum í einum landi, sum eftirhondini er ov vandamikið hjá journalistum at ferðast í. Hví fór hon avstað Hvat upplivdi hon á hermótinum Hvussu hava upplivingarnar broytt hana Og hví ætlar hon sær avstað aftur Løgmaður hevði einsamallur ein fund við CIP, áðrenn landsstýrismaðurin og aðalstjórin í Innlendismálaráðnum vórðu innkallaðir 27. juni dagin, tá endurgjaldsavtalan upp á eina millión krónur varð gjørd. Tað vísa skjøl, sum Kringvarpið hevur fingið innlit í. Dagur amp Vika ætlaðu at spyrja løgmann , hví hann ikki hevur kunnað um, at hann var einsamallur á fundi við CIP, men Kaj Leo Holm Johannesen sigur seg einki hava at leggja afturat í hesum málinum. Fyrrverandi landsstýrismaðurin í innlendismálum, Kari P. Højgaard ,hevur heldur onga viðmerking. Starvsfólk og sjúklingar á Landssjúkrahúsinum verða kannað fyri tuberklar. Orsøkin er, at eitt av teimum trimum fólkunum, sum nýliga hava fingið staðfest smittandi tuberklar, varð innlagt á Landssjúkrahúsinum. Smittuverjunevndin á Landssjúkrahúsinum sigur í tíðindaskrivi, at ein av sjúklingunum við smittandi lungnatuberklum hevur verið innlagdur á Landssjúkrahúsinum. Tí verða tey kannað, sum vóru innløgd um somu tíð og á somu deild sum tann smittandi sjúklingurin. Útgreiningin umfatar eisini starvsfólk á seingjardeildum á Landssjúkrahúsinum, har sjúklingurin var. Harumframt fáa tey, sum hava viðgjørt og kannað sjúklingin, tilboð um at verða kannað. Allir tríggir tuberklatilburðirnir, sum nýliga eru staðfestir í Føroyum, eru skrásettir. Landslæknin og Smittuverjunevndin á Landssjúkrahúsinum royna nú at finna tey fólk, sum tey sjúku hava ella hava havt tætt samband við. Tætt samband er við húskið og onnur, sum tey sjúku annars hava verið saman við í meira enn átta tímar dagliga. Tað er umráðandi at staðfesta, at tey, sum hava tilvildarligt samband við fólk, sum hava smittandi lungnatuberklar, sera sjáldan verða smittað, siga landslæknin og Smittuverjunevndin á Landssjúkrahúsinum. Á heimasíðunum hjá landslæknanum, landslaeknin.fo, og Landssjúkrahúsinum, lsh.fo, eru fleiri upplýsingar um nýggju tuberklatilburðirnar í Føroyum. Í dag fer Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, at ráðføra seg við Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum um ætlanina hjá landsstýrinum at kæra ES til WTO, heimshandilsfelagsskapin. Landsstýrið ætlar við fulltrú frá Danmark, sum er limur í WTO, at kæra ES, tí ES hevur sett í gildi handilsforðingar móti Føroyum. Føroyar eru ikki sjálvstøðugur limur í WTO og noyðast tí at seta álit sítt á hjálp úr Danmark. Hósdagin í síðstu viku ráðførdi løgmaður seg við Fíggjarnevndina um at brúka burtur av teimum sjey milliónunum, sum eru játtaðar til at fara í altjóða gerðarrætt við ES, til eisini at kæra ES til WTO. Samráðingarnar um svartkjaftin, sum verða í desember, verða helst lættar, væntar landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard. Býtið millum londini liggur fast, og ongin hevur sagt avtaluna upp, sigur hann. ICES segði herfyri, at heildarkvotan av svartkjafti komandi ár kundi vera 950.000 tons, men serfrøðingar hjá havrannsóknarstovninum, ICES, kanna í løtuni, um hon kann vera enn størri. Samráðingarnar um svartkjaft skuldu vera í gjár og í dag, men eru útsettar til fyrst í desember. Orsøkin er, at ICES fyrst skal avgera við vissu, hvussu nógv kann takast úr svartkjaftastovninum næsta ár. Hóast eingin vinningur verður latin, tí talan er ikki um eina kapping, er ovurhonds stórur áhugi at finna gomlu Saltsøluni í Havn nýtt navn. Tórshavnar kommuna hevur í fýra dagar fingið 149 uppskot um navn. Saltsølan verður umbygd til vinnuhús hjá sjóvinnu og oljuvinnu, 2600 fermetrar av skrivstovum til 300 fólk. Námsferðin, sum skuldi vera ein stuttlig ferð til Turkalands hjá 16 HF næmingum, endaði við at gerast ein útreiðsla uttan nakra Turkalandsferð, tí ferðaskrivstovan Scanway Tyrkiet Eksperten fór av knóranum um vikuskiftið, HF næmingarnir høvdu keypt ferðaseðilin frá hesi ferðaskrivstovuni. HF næmingarnir fáa hvørki upphæddina fyri flogseðilin ella gistingaruppihaldið í Turkalandi aftur. Teir hava mist oman fyri 50.000 krónur. Tað ber til at tryggja teg, so tú ikki endar í eini støðu, har tú einki fær afturgoldið, um eitt flogfelag fer á heysin. Men tað krevur, at tú keypir eina pakkaferð, er keypir ferðaseðil og hoteluppihald frá sama felag, tí tá tekur Rejsegarantifonden við, um ein óheppin støða tekur seg upp, sum tann hjá HF næmingunum. Ferðatryggingar hjá føroysku tryggingarfeløgunum taka heldur ikki við, um eitt felag, sum selur ferðaseðlar, fer av knóranum. Ferðatryggingarnar taka við øllum øðrum, um sjúka rakar, mjørki darvar ella okkurt annað. Føroysku HF næmingarnir hava verið í Keypmannahav síðani leygardagin, og fleiri hava tí eisini verið noydd at goldið fyri uppihald har. Ferðaseðil heimaftur til Føroya hava næmingarnir ikki fyrr enn 20. oktober, og tískil hava summir av HF næmingunum avgjørt at fara til Póllands. Fiskimálaráðharrin í nýggju norsku stjórnini verður eisini kvinna. Sambært álitandi keldum hjá NRK, norska kringvarpinum, tekur Elisabeth Aspaker í Høyre við eftir Lisbeth Berg Hansen. Elisabeth Aspaker er 51 ára gomul. Hon er úr Harstad í Troms í Norðurnorra. Hon er lærari og hevur verið talskvinna hjá Høyre í skúlamálum. Elisabeth Aspaker hevur verið í stórtinginum síðani 2005. Sjálv vil Elisabeth Aspaker ikki siga annað við NRK enn, at Erna Solberg, forkvinna í Høyre og komandi forsætisráðharrin, skal siga tað, sum sigast skal. Men í morgin, tá nýggja norska stjórnin verður kunngjørd, fært tú svarið, segði Elisabeth Aspaker við tíðindafólkið hjá NRK. Elisabeth Aspaker hevur higartil ikki gjørt stórvegis vart við seg í fiskivinnupolitiska kjakinum í Norra. Men hon hevur verið virkin í skúlamálum. Tí væntaðu nógv, at hon bleiv ráðharri í skúlamálum. Verður Elisabeth Aspaker fiskimálaráðharri, er hon triðja kvinnan á rað í tí sessinum. Lisbeth Berg Hansen hevur verið fiskimálaráðharrin síðani 2009, og frá 2005 til 2009 var Helga Pedersen ráðharri. Í kaffiprátinum í morgun hittu vit Eir í Ólavsstovu og Oddfríð Marna Rasmussen. Eir, sum dámar væl at skriva, vildi fegin hitta Oddfríð um eitt prát um at yrka og um bókaútgávu. Spurningurin er Eg eri mamma at einum drongi, sum nú er 16 mánaðir. Hann gongur í vøggustovu, og er nokkso keddur, tá ið eg fari frá honum um morgunin. Og øgiliga glaður, tá ið eg komi eftir honum klokkan fýra. Eg gevi bróst, og tá ið eg komi eftir honum, gerst hann bleytur í knøunum, og vil leggjast til hann vil hava boppu. Tá fái eg viðmerkingar frá námsfrøðingunum, at nú mást tú gevast at geva bróst, og hann er so stórur nú og alt hatta har. Men eg haldi ikki, at tey skulu avgerða, nær hann skal leggja av at fáa boppu, tí vit hugna okkum, og hann hevur tað gott. Eru børn, sum fáa bróst verri at passa ella er tað nakað, sum námsfrøðingar tosa um ella mannagongdir. Beinta Dalbø, námsfrøðingur svarar Mikukvøldið 16. oktober kl. 19 00, fer Knud Romer at halda fyrilestur í Skálanum í Norðurlandahúsinum. Fyrilesturin snýr seg um støðuna hjá teimum eldru á røktarheimum. TIGN skipar fyri fyrilestrinum í sambandi við aðalfundin hjá felagnum. Undir fyrilestrinum sýnir Knud Romer filmin, quot Et Blad falder til Himlen, quot sum er um hansara farvæl við sín dementa pápa. Pápi Knud Romer búði stutt tíðarskeið á røktarheimi til hann doyði. Knud Romer er skelkaður av møtinum við tað almenna. Hann lýsir støðuna á røktarheimunum sum skammiliga og mælir til, at avvarðandi og starvsfólk gera uppreistur. Málið um handfaringina av málinum um Skálafjarðatunnilin hevur reist nógvar spurningar og elvt til nógv kjak. Løgtingið skuldi taka støðu til eitt lógaruppskot, ið byggir á ein loyniligan sáttmála, ein break fee avtala er gjørd uppá eina millión, og trupult hevur verið hjá politikarum, fjølmiðlum og øðrum at fingið nakað at vita um málið um Skálafjarðatunnilin. Í kjakinum eftir Dag amp Viku í kvøld spyrja vit, um tað framvegis ber til at hava álit á politisku skipanina At kjakast um hetta í sjónvarpsstovuni eru Jákup Mikkelsen, formaður í tingbólki Fólkafloksins, og Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi. Tað sigur Kristian Østergaard, greinari í Eik Markets. Hann væntar ikki, at USA fer í gjaldsteðg hósdagin, sum tað hevur ljóðað seinastu dagarnar, tí hetta er bert ein teknisk dagfesting. Kristian Østergaard vísir á, at í løtuni er eitt politiskt spæl millum demokratarnar og republikanararnar, serliga um heilsunýskipanina, sum demokratarnir vilja hava setta í verk, og sum republikanararnir eru ímóti. Christian L. Holst verður helst fluttur út á høgru síðu. Súni Olsen kemur inn á sentrala miðvøllin við Fróða Benjaminsen. Hallur Hansson verður offensivur miðvallari, meðan Pól Johannus Justinussen verður verandi í vinstru síðu. Landsverk hevur gjørt eina nýggja kostnaðarmeting av Sandoyartunlinum. Tunnilin, sum upprunaliga varð mettur at kosta 600 til 660 milliónir krónur, verður nú mettur at kosta 863 milliónir. Landsverk mælti á fundi í tunnilsbólkinum hósdagin til, at tunnilin kemur upp í Traðardali, millum Skopun og Sand. Hesin tunnilin verður góðar 10 kilometrar til longdar. Hjúnini Gudrun og Óli Hans Olsen á Válinum rokast við flettingina í hesum døgum, og sonurin Óla Jákup og vinmaður hansara Páll hava eisini áhuga fyri flettingini. Gudrun er úr Skopun og Óli Hans úr Vestmanna, men tey trívast væl á Válinum. Válurin, har hálvthundrað fólk búgva, er partur av Kvívíkar Kommunu, hóast hon liggur við sama fjørð sum Vestmanna og bert ein á skilir grannabygdirnar. Asbjørn á Válinum, sum hevur keypt sær eftirnavn eftir heimbygdini, greiðir frá ymiskum viðurskiftum á Válinum, eitt nú um bátahylin, sum bleiv eitt stríðsmál millum grannakommunurnar. Tórgunn Andreasen, sum altíð hevur verið válafólk, heldur, at tað hevði verið náttúrligt, at Válurin varð partur av Vestmanna Kommunu, tí alt samskiftið er tann vegin. Ikki minst nú Kvívíkar Kommuna er í samráðingum við Sunda Kommunu um pláss á Mørkini, røktarheiminum í Streymnesi. Ruben Olsen, sum altíð hevur búð á Válinum, heldur, at eingin orsøk er til at broyta nakað, tí quot vit vita hvat vit hava, vit vita ikki hvat vit fáa quot , sigur Ruben. Ein harður jarðskjálvti hevur rakt tríggjar oyggjar miðskeiðis í Filipsoyggjum. Í minsta lagi 73 fólk hava latið lív, og bygningar í hópatali eru lagdir oyði. Í minsta lagi 15 fólk doyðu á væl umtóktu ferðamannaoynni, Cebu, har eisini næststørsti býur í Filipsoyggjum er. Á eini oyggj út fyri Cebu, Bantayan, er myndamaðurin Bárður Eklund staddur. Hann vaknaði av ristingunum í morgun. Men í staðin fyri missa tey ymsar sømdir, sum tey hava nú. Kortini fáa tey frían ráðharrabil. Løgmaður sigur, at hann fer at gera, sum ein nevnd mælti til um ársskiftið. Eftir tilmælinum hækkar lønin hjá løgmanni úr 694.000 krónum upp í 901.000 krónur um árið, og hjá landsstýrisfólkunum úr 590.000 krónum upp í 763.000 krónur um árið. Andstøðan í løgtinginum er farin at ótolnast eftir lógaruppskotinum um lønina hjá løgmanni og landsstýrisfólkum. Sum skilst verður eitt bræv fyrireikað at senda løgmanni, har lógaruppskotið verður eftirlýst. Tá danska farmaskipið, Seago Felixtowe, hjá reiðarínum Maersk var á veg gjøgnum Miðjarahavið í farnu viku, vóru teir boðsendir til ein bát, sum hevði sent neyðarkall út. Í bátinum vóru flóttafólk úr Sýria. Tilsamans 141 fólk vóru í bátinum, teirra millum 28 børn. Skiparin á Seago Felixtowe, Heri Eysturtún Niclassen úr Vestmanna, gav allari manningini boð um at hjálpa flóttafólkunum. Ein landgongd varð løgd millum skipið og bátin, og lína varð gjørd á flóttafólkini, tí illveður var. So hvørt sum flóttafólkini komu upp í landgongdina, vóru tey kannað fyri vápn. Tey vístu seg tó at vera meinaleys. Neyðstøddu flóttafólkini úr Sýria fingu mat umborð á Mærsk skipinum, sum flutti tey til italsku oynna Sicilia. Akstovan fekk játtaðar pengar til at seta eitt sýnsfólk aftrat, eftir at tað í fjør kom fram, at fleiri enn 11.000 bilar ikki høvdu verið til sýn. Men hetta er ikki nóg mikið fyri at koma upp undan aftur, sigur Jákup Jacobsen, stjóri á Akstovuni. Eftir reglunum skulu persónbilar og vørubilar til sýn hjá Akstovuni, tá teir eru umleið fýra ára gamlir. Vinnuakfør skulu tó sýnast, tá tey eru ársgomul. Í Reiðrinum hesa ferð práta vit millum annað um Facebook. Suni Poulsen, sálarfrøðingur greiðir frá, hví Facebook er sunt fyri ung, og eitt panel sigur sína hugsan. Sunneva Háberg Eysturstein kemur við gullkorninum, og eisini spælir Benjamin Petersen eitt nýtt lag. Marita Dalsgaard er í løtuni heima í føroyum og leikstjørnar sangleikin Sangur í mjørka, ið verður frumsýndur í Sjónleikarhúsinum tann 2. november. Í Brunsj greiðir Marita frá tilveruni sum professionellur sjónleikari og leikstjóri. Práta verður eisini um yrkisleiðina hjá manni hennara, Olaf Johannesen, sum í hesum døgum telist millum best umtøktu sjónleikarar í bæði Týsklandi og Danmark. Fólk á Norðoyri eru ónøgd um, at órudd liggur og sløðist á einum goymsluplássi á staðnum. Tað var gamla byggifelagið, Norðhús, sum átti plássið, ið nú er átøkt einum ruskdunga. Nýggi eigarin ruddar og reinsar ikki plássið, og tað kann borgarstjórin ikki longur góðtaka. Í dag hoyra vit søguna Tá ið eg var sjórænari. Sjúrður Gulbein týddi til føroyskt og Leivur Thomsen gjørdi ljóðmyndina. Jensina Olsen lesur Fyrrapartin í dag hittast samráðingarfólkini hjá strandarlondunum aftur at tosa um norðhavssildina. Føroyar eru einsamallar uppi í móti Norra, ES, Íslandi og Russlandi, sum halda fast um gamla býtið frá 2007. Tann býtislykilin gevur Føroyum knappliga 5,2 prosent av heildarkvotuni. Føroyska sildakvotan í ár, sum Jacob Vestergaard, landsstýrismaður ásetti, er tó 17 prosent, 105.000 tons, og ikki 32.000 tons, sum hini londini siga, at Føroyar eiga. Fyrst í september fingu Føroyar undirtøku fyri einum uppskoti um at seta fiskifrøðingar at gera nýtt tilmæli um grundarlagið fyri sildabýtinum í framtíðini. Á fundinum, sum byrjar í dag, skulu londini boða frá, hvørji vísindafólk, tey vilja hava við í arbeiðsbólkin. Ísland og Russland hava ikki enn boðað greitt frá, um tey vilja vera við í hesi royndini at loysa trætuna um norðhavssildina. Arbeiðsbólkurin skal vera liðugur fyri 1.oktober næsta ár, so strandarlondini hava okkurt nýtt at byggja samráðingarnar um kvotuna fyri 2015 á. Tað lættir neyvan um samráðingarnar nú um býtið í 2014, at ICES, altjóða havrannsóknarstovnurin, mælir til, at sildakvotan minkar knappliga 205.000 tons, 32 prosent, næsta ár, so kvotan verður 420.000 tons í 2014. Tríggir dagar eru settir av til samráðingarnar um norðhavssildina, sum vera á skrivstovuni hjá NEAFC í London. Mikudagin í næstu viku verður so farið í holt við makrelin. Har hava Føroyar og Ísland tikið sær nógv størri kvotur enn ES og Norra siga, at londini hava rætt til. Og ES bokoyttið og landingarforboðið í Norra móti sild og makreli úr Føroyum standa við, nú farið verður undir samráðingarnar um sildina og makrelin fyri næsta ár. Ein lurtari spyr Havi tveir spurningar, sum eg eri eitt sindur ørkymlaður av Hoyrdi at sagt varð í sendingini um børn og ung, har viðkomandi tað var lærarin segði at man eigur at spyrja INN TIL børnini, um nakað er á vási hjá barninum. Hvussu, er hetta rætt ljóðar sum ein útlendsk umskriving ella hvussu spyr lurtarin. Í kirkjunum hoyra vit í bønunum lisið í lívi og LEVNAÐI at batna og niðurfarin TIL HELJAR Haldi at í báðum førum verður ógvusliga tikið til, sum eg annars illa fái at hóska til kristna hugsan, í fyrra førinum er levnaður mest at líkna við beistagerðir og annað tílíkt og til heljar, ja er tað ikki at fara til helvitis tað kann ikki verða hugsanin Hvat sigur málfrøðingurin til hetta Forvitin og spyrjandi Landsstýrismálanevndin hevur nú fingið eina kæru frá Høgna Hoydal, tingmanni, um embætisførsluna hjá løgmanni í tunnilsmálinum. Høgni Hoydal vil hava landsstýrismálanevndina um at viðgera málið og møguliga seta ein kanningarstjóra. Hann vil hava nevndina ella kanningarstjóran at finna fram til, um embætisførslan og fyrisitingin hjá løgmanni er útint á lógligan hátt í tunnilsmálinum. Bæði tá tað snýr seg um avtalu, lógaruppskot, tingviðgerð og upplýsingar í málinum. Eisini vil tingmaðurin hava níggju ítøkiligar spurningar svaraðar. og um løgmaður hevur givið misvísandi upplýsingar ella tagt við upplýsingum, sum vóru av stórum týdningi fyri tingsins meting av málinum. Landsstýrismálanevndin hevur fund aftur hósdagin 24. oktober. Tá fer nevndin at taka støðu til, um hon skal viðgera kæruna hjá formanninum í Tjóðveldi. Nevndin skal eisini taka støðu til eina kæru frá einum borgara, sum hevur kært um vantandi innlit í tunnilssáttmálan. Aðrju hvørja viku avmynda bloggararnir frá Fjøllini Dansa onkran, sum tey halda hevur serliga feitan stíl. Hesa vikuna er tað Eva Maria Brynhildardóttir, ið er avmyndað. Hvussu lýsir tú sjálv tín klædnastíl Tað er blandað. Men eg vildi nokk sagt, at eg fylgi tí, ið er modernað nú. Um tað so er modernað, veit eg ikki, men í mínum eygum er tað stór turrikløð, leður jakkar, mesh kjólar, ketu hálsketur og svart og gull. Tað er rættiliga týdningarmikið fyri meg at vera feminin, men allíkavæl hava tað ráa. Hevur tú eitt stíl ikon Nei, faktist ikki. Eg róti bara runt á mótabloggum og fái íblástur har frá. Hvat er títt yndisplagg Mín frinsutti leðurjakki, Jeffrey Campbell skógvanir og allir mínir mesh kjólar. Men um eg hevði skulað valt eitt av teimum, so hevði tað ivaleyst verið leðurjakkin Hvat hevði tú ongantíð funnið uppá at farið í Neongrønt, hvítan bobblujakka, sneakers við kílahæli og Louis Vuitton tasku. Næsta summar flytur løgreglan í Havn úr bygninginum Yviri við Strond og inn í fyribils bygningar, sum verða settir upp við Karlamagnusarbreyt í Hoyvík. Politistøðin verður í trimum hæddum, og verður sett saman av bingjum á einum øki, sum løgreglan ætlandi skal leiga frá Tórshavnar kommunu. Tað upplýsti Dagur amp Vika í gjár. Løgreglan í Havn hevur í tveimum førum verið rakt av blámusoppi. Fyrst í gomlu bygningunum í Jónas Broncksgøtu og síðan Yviri við Strond. Løgreglan hevur seinastu tíðina roynt at finna høli í Havn til leigu, men tað eydnaðist ikki, so nú verður arbeitt við at seta upp fyribils løgreglustøð í Hoyvík. Atlantic Airways kemur undir harðari treytir enn flogfeløg, sum virka í Danmark. Ferðavinnufelagið vísir á, at vegleiðingin, sum Brúkaraumboðið hevur boðað frá, er í summum førum strangari enn tann hjá danska brúkaraumboðsmanninum. Brúkaraumboðið hevur gjørt eina vegleiðing um, hvussu Atlantic Airways skal lýsa við bíligum ferðaseðlum. Ferðavinnufelagið vísir á, at í Danmark skulu flogfeløg upplýsa avmarkingar í tilboðum, uttan so, at tað ikki ber til. Ta sømdina hevur Atlantic Airways ikki. Í uppskotinum um føroysku vegleiðingina stendur stutt og greitt, at avmarkingar í einum tilboði skulu upplýsast. Lagt verður ikki upp fyri, at í onkrum førum ber ikki til at upplýsa allar avmarkingar í einari lýsing, sigur Ferðavinnufelagið. Felagið ger eisini vart við, at í Føroyum skal marknaðarføringin av einum tilboði steðgast alt fyri eitt, tá tann lýsti prísurin ikki longur er galdandi, ella at flogferðaseðlarnir eru útseldir. Í Danmark skal tað gerast so skjótt, tað ber til. Ferðavinnufelagið sigur, at ávísar tíðir er ikki neyvt eftirlit við flogferðasøluni. Ferðavinnufelagið mælir til at taka ávís fyrivarni, tá slíkar vegleiðingar verða gjørdar eftir danskari fyrimynd. Munur er hóast alt á marknaðinum í Føroyum og í Danmark. Hoyringarfreistin var til 8.oktober. Brúkaraumboðið fer kanska at gera tillagingar í vegleiðingini eftir at hava lisið hoyringarsvarini. Síðani verður vegleiðingin um, hvussu bíligir flogferðaseðlar skulu marknaðarførast, sett í gildi. Norska fiskimálaráðið verður niðurlagt, og nýggi fiskimálaráðharrin skal sita í einum nýggjum ráði, ið fær heiti Vinnulívs og fiskimálaráðið. Tað veit norska kringvarpið, NRK, at siga. Í dag verður nýggja borgarliga stjórnin í Noregi almannakunngjørd. NRK hevur fyrr sagt frá álítandi keldum, at Elisabeth Aspaker úr Høyre verður nýggjur fiskimálaráðharri, men nú ljóðar eisini, at sjálvt ráðið, sum eitur Fiskeri og kystdepartementet, verður niðurlagt og lagt undir vinnumálaráðið. Tað er einki óvanligt í, at fleiri ráðharrar sita á sama ráði. Í Noregi er long siðvenja fyri til dømis, at uttanríkisráðharrin og menningamálaráðharrin sita í sama ráði. Eisini í kunnleikamálaráðnum hava sitið tveir ráðharrar, ein fyri kunnleika og ein fyri gransking og hægri útbúgvingar. Dúgliga hevur verið gitt í norskum fjølmiðlum, hvørji verða ráðharrar í nýggju stjórnini. Einasta, sum er vist ,er, at Erna Solberg, forkvinna í Høyre, verður forsætisráðharri. Hinir ráðharrarnir verða kunngjørdir seinni í dag. Danmarks Pelagiske Producentorganisation, felagið hjá teimum, sum virka í donsku uppsjóvarvinnuni, hevur sett sín egna fiskifrøðing í starv. Felagið sigur seg hava álit á ICES. Men tað er skelkandi, heldur felagið, at betri upplýsingar og tøl um til dømis makrel ikki finnast. Fiskifrøðingurin, sum felagið hevur sett í starv, skal kanna, hvussu gongst við uppsjóvarfiskastovnunum og vera millumlið millum fiskimenn og granskarar. Í Danmarks Pelagiske Producentorganisation eru níggju skip, millum annað skip, sum føroyingar eiga. Hesi skip hava kvotur av uppsjóvarfiski fyri hálva sjeyndu milliard krónur. Esben Sverdrup Jensen, stjóri í felagnum, sigur við FiskeribladetFiskaren, at ráðgevingin hjá ICES er ikki nóg dygg. Og játtanin til havgransking í Danmark minkar hvørt ár. Danmarks Pelagiske Producentorganisation hevur sett Claus Reedtz Sparrevohn, sum er doktari í fiskifrøði og hevur arbeitt á Institut for Akvatiske Ressourcer á Danmarks Tekniske Universitet. Hann byrjar í nýggja starvinum á nýggjárinum. Esben Sverdrup Jensen sigur, at felagið hjá teimum vil vera fyrireikað, um ein fiskastovnur hvørvur. Starvsfólk á landssjúkrahúsinum fáa fyribyrjandi viðgerð fyri tuberklar, eftir at tríggir tilburðir av smittandi lungnatuberklum eru staðfestir í Føroyum. Einki av starvsfólkunum á landssjúkrahúsinum hevði tó smittandi tuberklar, hóast tey bera smittuna, og nú fáa fyribyrgjandi viðgerð. Erna Solberg, nýggi forsætisráðharrin, kunngjørdi nøvnini á ráðharrunum í Stórtinginum fyrrapartin, áðrenn leiðin gekk til kongsborgina har, stjórnin skuldi halda sítt fyrsta statsráð saman við gongi. Erna Solberg, forkvinna í Høgraflokkinum, verður forsætisráðharri. Hon er 52 ára gomul og hevur fyrr verið ráðharri í kommunumálum. Børge Brende uttanríkisráðharri, Bent Høie handilsmálaráðharri, Jan Tore Sanner kommunumálaráðharri, Elisabeth Aspaker fiskimálaráðharri, Torbjørn Roe Isaksen útbúgvingarmálaráðharri, Thorild Widvey mentamálaráðharri, Ine Eriksen Søreide verjumálaráðharri, Monica Mæland vinnumálaráðharri, Tine Sundtoft umhvørvisráðharri, og Vidar Helgesen verður serligur ráðharri í forsætismálaráðnum. Umboðini hjá Framburðsflokkinumt eru Siv Jensen, sum verður fíggjarmálaráðharri, Solveig Horne, sum verður barnamálaráðharri, Ketil Solvik Olsen samferðsluráðharri, Robert Eriksson arbeiðsmálaráðharri, Tord Lien olju og orkumálaráðharri, Anders Anundsen løgmálaráðharri, og Sylvi Listhaug, sum verður andbúnaðarráðharri. Óluva í Gong sigur, at nógvir sjúkrarøktarfrøðingar fáa sær enntá farloyvi her fyri at kunna fara í onnur lond at forvinna sína løn. Sølufelagið North Pelagiv hevði umleið 100 keyparar í ES londum til fyri sjey vikum síðani, tá ES stongdi síni mørk fyri sild og makreli úr Føroyum. Tað sigur Bogi Simonsen, sølumaður hjá North Pelagic í Klaksvík, sum millum annað selur sild og makrel fyri Norðborg og Christian í Grótinum. Hinir eru, um tað fáast tablettir ímóti yvir formyndaríi Hvønn týdning tað hevur, at eitt missalitisuppskot fellur Hvussu tann nýggja stjórnin í Noregi verður skipað og hvussu ósemjan um amerikonsku fíggjarlógina ávirkar heimsbúðskapin Í síðstu viku varð herverk framt á 10 av neyðljósunum, sum eru fest í veggin í Trøllanestunlinum, átta í sjálvum tunlinum og tvey í tunnilsarminum út í Djúpadal. Seinast, herverk varð framt á tunnilsútgerð, var í juli í 2011, tá skelti í Árnafjarðartunlinum og Hvannasundstunlinum ikki fingu frið. Frammanundan varð eisini herverk framt á ljósskipanina í Gásadalstunlinum og Hovstunlinum, eins og sløkkiútgerðina í Leynatunlinum og Norðskálatunlinum. Hetta var í 2009 og 2010. Conrad Gaard Joensen, rakstrarstjóri á Strandferðsluni, sigur við in.fo, at samráðingar eru við Smyril Line um at leiga Norrønu. Alt talar fyri, at Smyril Line og Strandferðslan fara at semjast um ein leigusáttmála fyri Norrønu, men enn eru samráðingarnar ikki lidnar, sigur hann við in.fo Av tí at Smyril ikki hevur fulla motororku í løtuni, og veturin er í hondum, umhugsar Strandferðslan at broyta ferðaætlanina fyri at leggja upp fyri seinkingum, sum vánaligt veður kann elva til. Men enn er eingin endalig støða tikin um tað, sigur Conrad Gaard Joensen, rakstrarleiðari, við in.fo Tað var samlaða veiðan av toski, sum føroyska rannsóknarskipið, Magnus Heinason, fekk í 29 hálum á Føroyabankan fimm dagar í septembur. Føroyabanki er fiskigrunnur í ein útsynning úr Føroyum. Tað, sum ið hvussu er hevur verið serstakt við Føroyabanka, er, at eitt egið slag av toski fæst har. Hetta er toskur, sum orsakað av góðum hitaviðurskiftum og nógvari føði veksur skjótt, og sum sigst vera góður til matna. Eru yvirlitstrolingarnar hjá Magnusi Heinasyni eftirfarandi, er støðan hjá toskinum á Bankanum sostatt sera vánalig. Teir 32 toskarnir, sum komu í trolið hesaferð, eru bara ein helvt av veiðuni í fjør, tá ið veiðan eisini var stak vánalig, sigur Havstovan, sum ger árligar kanningarnar við Magnusi Heinasyni á Føroyabanka. At fáa 32 toskar í 29 hálum er næstan at draga svart altso at fáa onki. Men tað er at fegnast um, sigur Havstovan, at toskurin henda túrin var 10 feitari enn fyri einum ári síðan. Gleðin á Havstovuni er kortini stokkut, tí tað stendur ikki bara illa til við toskinum á Føroyabankanum, sum annars verður sagdur at vera eitt vakstrarparadís fyri fisk. Lítið er nevniliga eisini til av hýsu, sum heldur til fast á bankanum, og upsa, sum er ferðandi fiskur á leiðini við Føroyabanka. Ein flogvanlukka í Laos hevur kravt 44 mannalív. Millum ferðafólkini vóru í minsta lagi sjey fraklendingar og fimm teilendingar, skrivar franska tíðindastovan, AFP. Vanlukkan hendi, tá eitt ínnanríkisflogfar hjá Lao Airlines í Laos, sum var á veg úr høvuðsstaðnum Vientiane, datt niður í Mekong ánna nærindis Pakse, á markinum millum Teiland og Kambodja. Øll 44 fólkini, sum vóru í flogfarinum, doyðu. Lao Airlines er almenna flogfelagið í Laos. Tað var stovnað í 1976 og eigur 14 flogfør. Felagið flýgur innanríkisrutur og altjóða rutur til Kina, Kambodja, Teilands, Vjetnam og Singapor. Enn er eingin viðmerking komin frá flogfelagnum um vanlukkuna. Kári P. Højgaard finst hvassliga at Landsverki í frágreiðing sínari til landsstýrismálanevndina. Landsverk mótarbeiddi privatu tunnilsverkætlanini, sambært frákoyrda landsstýrismanninum. Hóast Landsverk er ein fakmyndugleiki, og ikki ein politiskur stovnur, so vildi og vil Landsverk enn, sambært Kára P. Højgaard, hava ein tunnil og brúgv tvørtur um Skálafjørðin, hóast henda loysn hvørki hevur politiska undirtøku ella undirtøku millum fólk. Sambært FiskeribladetFiskaren eru ES og Ísland vorðin samd um, at Ísland fær 11,9 prosent av makrelkvotuni komandi ár. Men aðrir miðlar gera vart við, at talan framvegis er um eitt uppskot hjá ES. Og tekur Ísland av, fáa Føroyar sama tilboð, 12 prosent. Fiskifrøðini í ICES mælir til, at fiskast kunnu 64 prosent meira av makrel næsta ár enn í ár. Sambært FiskeribladetFiskaren sleppur Ísland ikki at fiska makrel í ES sjógvi, og avtalan um tey knappliga 12 prosentini skal vera galdandi í fimm ár. Í einum uppriti, sum Fiskeribladet hevur fingið, hevur ES nevndin fingið øll limalondini uttan Írland at góðtaka, at Føroyar fáa 12 prosent næsta ár, Ísland 11,9 prosent og Russland og Grønland 8,1 prosent. Sambært galdandi býtislykli eiga Føroyar 4,63 prosent og Ísland eigur einki. Ísland bleiv ikki viðurkent sum strandarland fyrr enn eftir, at býtislykilin varð gjørdur. Fólk, ið verða illa rakt av blóðtøppi, verða ofta send til Danmarkar til endurvenjingar, tí ongar venjingarmiðstøðir ella heim eru til teirra í Føroyum. Tá tey koma heimaftur, noyðist Almannaverkið at seta serskipanir í verk til hvønn einstakan persón, tí onki samlað tilboð er. Ein av teimum, ið hevur tørv á endurvenjing, er Emil Bjarnaskor. Emil fall fyri tveimum árum síðani í óvit við einum blóðtøppi í heilanum á Summarfestivalinum, og gjørdist rørslutarnaður frá hálsinum og niður. Hann fær ikki tosað, men samskiftir við eini teldu. Emil flutti heim til Føroya 3. september í ár, men hann hevur onga venjing fingið enn. Á Sandi gera tey nú eina forvitnisliga roynd við at fáa asparges at vaksa. 500 plantur vóru settar niður í maimánaða í ár og longu nú líkjast tær smáum jólatrøum. Tað er Jóannes í Miðstovuni, sum nú roynir at fáa okkurt vaksa, sum ikki roynt fyrr í Føroyum. Hallur Thomsen, depilstjóri á Menningardeplinum í Almannaverkinum, váttar, at tað eru ov fá tilboð til fólk, ið hava tørv á rehabilitering. Tí verða serskipanir ofta gjørdar til tey, sum hevur stóran tørv á endurvenjing. Hallur Thomsen sigur, at eisini ein serskipan er gjørd til Emil Bjarnaskor. Í lesikrókinum í morgun hittu vit Maluna Johannesen, sum í skaldsøgunum millum annað leitar eftir nøkrum menniskjum, sum hon ikki kennir, og sum hon heldur ikki hevur nakran møguleika fyri at koma at kenna her. Ein maður fekk týsdagin tríggjar mánaða fongsulsrevsing fyri at bróta lógina um rúsevni. Maðurin, sum er miðskeiðis í tjúgunum, varð tikin heima við hús 23.september. Har fann politiið 102 soppar. Sama morgun var maðurin komin úr Danmark til Føroya og royndi tá at smugla 400 gramm av hassji, men tollararnir tóku taskuna frá honum. Maðurin er eisini dømdur fyri at smugla 100 gramm av hassji til Føroya hálvan mai við tí endamáli at lata øðrum hassj. Sambært ákæruritinum gjørdi hann millum annað avtalu á Facebook um eina ókenda nøgd av hassji Maðurin játtaði seg sekan uttan í ákærunum uttan teirri um sopparnar. Hann noktaði, at hann ætlaði at lata onnur fáa burtur av soppunum. Hann ætlaði at brúka teir sjálvur, segði hann í rættinum. Maðurin hevði hentað sopparnar og turkað teir. Og hann visti, at teir geva ein rús, sum er øðrvísi enn rúsurin av hassjii. Føroya rættur dømdi kortini mannin, tí hann hevði hentað sopparnar og turkað teir. Men tað er ikki prógvað, sigur rætturin, at ætlanin var at lata ella selja øðrum soppar. Í septembur og oktobur eru apotekini í Føroyum farin undir eitt átak, har vit venda sjóneykuni móti tær, sum hevur ilt við at minnast ella hevur trupult við at taka heilivágin, sum tú eigur. Tað er av stórum týdningi, at tú tekur heilivágin sum fyriskrivað. Bara á tann hátt virkar heilivágurin sum hann skal, tú fært fulla nyttu av honum og harvið bestu viðgerðina. Royndir vísa, at betur tú kennir tín heilivág, betur minnist tú til at taka hann rætt og rættstundis. Tú eigur at kenna navnið og styrkina á heiliváginum, og nær hann skal takast. Eisini er týdningarmikið at vita, hvussu heilivágurin skal takast, hvussu nógv tú skalt taka, og hvussu leingi tú skalt taka hann. Kristina Ejdesgaard, handilsleiðari á Tjaldurs Apoteki greiðir frá í Góðan Morgun Føroyar Koppsetingin verjir tey flestu, men ikki øll. Tað ber til at fáa beinkrím, hóast tú ert koppsettur, men sjúkugongdin verður oftast mildari. Heilsutrygd vísir á, at beinkrím smittar gjøgnum smáar dropar, tá tú hostar og nýsir. Ráðini eru at vaska sær um hendurnar og vera við hús eitt samdøgur eftir, at fepurin er burtur. Fýra ymiskar kvinnur hava skrivað okkum brøv. Og evnini eru sera ymisk. Væntandi hugur er evnið í tí eina, slatur og ótrúðskapur er evnið í einum øðrum, vreiði og ónøgdsemi í tí triðja og opið hjúnarband er evnið í tí fjóðra brævinum. Lurtarar hava sína greiðu hugsan um fleiri av brøvunum, sum tey hava viðmerkt úti á okkara Facebook síðu. Tey svarini lesa vit eisini upp í sendingini. Partabrøvini hækkaðu í virði, tá altjóða keypsskálarnir lótu upp í morgun, eftir at Kongressin í USA í nátt samtykti eina fyribils fíggjarlóg og eina skuldaravtalu, sum forðar fyri, at USA fer í gjaldsteðg. Stjórin í Altjóða Gjladoyragrunninum, IMF, Christine Lagarde, sigur, at amerikanska avtalan er eitt týdningarmikið og neyðugt stig. Amerikanska kongressin samtykti avtaluna eitt samdøgur fyri, at skuldin fór at raka loftið, sum er ásett við lóg. Demokratar og republikanarar loystu sostatt í felag fíggjarlógar og skuldarkreppuna, sum hótti við, at sterkasti búskapurin í heiminum fóru í gjaldsteðg. Danski búskaparráðin, Margrethe Vestager, vísir á, at avtalan gevur ein skáa í nakrar mánaðir, men grundleggjandi avbjóðingarnar í amerikanska búskapinum eru framvegis óloystar. Hon sigur seg vóna, at samráðingarnar um búskaparpolitikkin hetta til jól fara at vísa úrslit, tí tað er týdningarmikið fyri allan heimin. ES kann gloyma alt um at bjóða føroyingum 12 prosent av makrelinum næstu fimm árini. Føroyar eiga 23 prosent, um alt skal fiskast í føroyskum sjógvi, ella 15 prosent, um føroysku skipini sleppa at fiska hjá hinum. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, heldur rimarfast um føroysku støðuna í makreltrætuni. Í gjár frættist, at ES vil lata føroyingum 12 prosent av kvotuni næsta ár Jacob Vestergaard sigur, at Fiskimálaráðið hevur ikki frætt um tølini hjá ES. Men samrøður hava verið við samráðingarfólkini hjá ES, og ábendingar hava verið um, at ES vil flyta seg. Landsstýrismaðurin vísir tó á, at Norra hevur als ikki verið við í hesum samrøðunum, so tí er einki greitt enn. Og hann endurtekur, at ES og Norra skulu ikki geva Føroyum nakað. Føroyar taka tann part av makrelinum, sum Føroyar eiga, sigur hann. ES ætlar at bjóða Føroyum 12 prosent av makrelkvotuni næsta ár, skriva útlendskir fiskivinnumiðlar. Sambært FiskeribladetFiskaren eru ES og Ísland vorðin samd um 11,9 prosent. Men sambært øðrum miðlum er framvegis talan um eitt uppskot og eitt tilboð hjá ES. Og tekur Ísland av, fáa Føroyar sama tilboð, 12 prosent, er eru 107.000 tons. I ár er føroyska makrelkvotan góð 126.000 tons. Men Jacob Vestergaard vil ikki hoyra talan um tons. Higartil hava ES og Norra sagt, at Føroyar eiga minni enn fimm prosent av heildarkvotuni av makreli. Sambært fiskifrøðini í ICES ber til fiska 64 prosent meira makrel næsta ár enn í ár, ella 890.000 tons. FiskeribladetFiskaren skrivar, at Ísland sleppur ikki at fiska makrel í ES sjógvi. Og avtalan um tey knappliga 12 prosentini skal vera galdandi í fimm ár. Samráðingarnar millum strandarlondini um sildina eru longu lidnar í hesum umfarinum, men eingin kvota er ásett fyri 2014. Samráðingarnar verða tiknar uppaftur í desember. Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, vísir aftur allar ákærur um, at stovnurin hevur arbeitt við sínari egnu politisku dagsskrá í málinum um Eysturoyartunnilin. Men stjórin vil ikki út í eitt alment kjak við frákoyra landsstýrismannin. Ewald Kjølbro vil ikki gera samrøðu við útvarpið. Hann sigur, at stovnurin er ein fakstovnur og ikki ein politiskur stovnur, og Landsverk hevur einans gjørt tað, sum stovnurin er biðin um í hesum sambandi. Vit hava lagt alt fram. Landsverk hevur ítøkiliga svarað tí, sum stovnurin er biðin um at svara Annað kunnu vit ikki gera, sigur Ewald Kjølbro. Hann vísir á, at málið í løtuni verður viðgjørt í landsstýrismálanevndini, og at Landsverk fer at lata nevndini allar upplýsingar, sum nevndin biður um. Kári P. Højgaard er undir illgruna fyri at hava afturhildið upplýsingar frá Landsverki fyri løgtinginum. Sambært frákoyrda landsstýrismanninum mótarbeiddi Landsverk ætlanini. Kári P. Højgaard hevur fleiri ferðir alment sagt, at hann ikki metti at upplýsingarnar frá Landsverk kundu brúkast. Tann fatan, sum stendur eftir sum sannleikin, er, at privata verkætlanin hevði kostað almennu Føroyum áleið 600 milliónir krónur í atknýttum verkætlanum, og gjørdist 1,9 til tríggjar milliardir dýrari, enn um hon varð framd alment, skrivar Kári P. Højgaard í frágreiðingini til landsstýrismálanevndina. Politisk semja er ikki um nakran ávísan leist í løtuni. Landsstýrið hevur í fíggjarlógaruppskotinum biðið løgtingið játtað fimm milliónir krónur til kjarnuboringar í Skopunarfjørði og seks milliónir til kjarnuboringar í sambandi við Eysturoyartunnilin. Bert 46 ára gamal fekk navnframi tónleikarin Jógvan Telling Joensen í 1993 ein blóðtøpp í heilan. Hann gjørdist lamin og misti fullkomiliga førleikan at tosa. Frá at vera ein sera virkin tónleikari og tónleikalærari, skuldi Jógvan Telling frá degi til annan læra seg at liva av nýggjum. Sjúkan førdi millum annað við sær, at Jógvan gjørdist óarbeiðsførur og misti alt, sum hann átti. Hann hevur síðan sjúkan rakti stríðst eitt hart stríð, bæði fyri at vinna sær førleikar aftur, men eisini eitt stríð ímóti einari stirvnari føroyskari heilsuskipan. Tað sigur Arnfinnur Gudjónsson, leiðari á íløgudeildini í BankNordik. Hann sigur, at fekst eingin politisk semja í gjár, hevði heimsbúskapurin verið raktur enn einaferð, og viknaði dollarin, hevði tað eisini rakt føroyskar fyritøkur, sum útflyta til USA. Arnfinnur Gudjónsson sigur, at størsta avbjóðingin er politiska spælið millum demokratar og republikanarar í amerikansku kongressini. Útreiðslurnar eru nógv størri enn inntøkurnar, og amerikanarar noyðast at gera langtíðarætlanir, so tað ber til at arbeiað við gjaldførinum, sum er tøkt. Kristina Háfoss, løgtingskvinna, fyri Tjóðveldi, fer at seta løgmanni skrivligan fyrispurning um embætisførslu hansara í sambandi við tunnilsmálið, og um fundin, sum løgmaður hevði við Copenhagen Infrastructure Partners. Kristina Háfoss vil millum annað hava at vita, hví løgmaður ikki hevur upplýst fyri almenninginum, at hann var einsamallur á fundi við CIP 27. juni sama dag, sum avtala varð gjørd um milliónaendurgjaldið. Hon spyr, hvat varð avtalað, og um nøkur fundarfrágreiðing varð gjørd. Kristina Háfoss spyr eisini, um nakað fordømi er um, at landsstýrið hevur gjørt quot break fee quot endurgjaldsavtalur í sambandi við verkætlanir hjá landinum, og um landsstýrið fer at geva almenninginum innlit í sáttmálan millum landsstýrið og CIP. Kristina Háfoss vil eisini hava at vita, um løgmaður heldur tað vera rætt, og í samsvari við góðan fyrisitingarsið, at løgmaður og Løgmansskrivstovan ikki vilja svara spurningum frá fjølmiðlum um handfaringina av málinum um Skálafjarðartunnilin Tingkvinnan hjá Tjóðveldi sigur, at fleiri munnligir fyrispurningar ery settir løgmanni í tinginum um málið, men nøktandi svar eru ikki givin. Løgmaður hevur biðið um heldur at fáa spurningarnar skrivliga. Og fyri at fáa lýst embætisførslu løgmans nærri, og tað, sum er farið fram í málinum, verður hesin skrivligi fyrispurningur settur. Leitað verður á flogvøllin, umborð á Teistan, vit finna ein serligan V4 vinning, grava í Moldvarpi, fáa eina serliga nýggjársútgávu av 1448, eitt heilt serligt nýggjársremix, og TSVS í nýggjárshami. Molin í Havn verður ikki latin upp fyri gongutúrum hjá borgarunum, hóast danskir myndugleikar hava gjørt av at minka yvirgangstilbúgvingina í fleiri smáum havnum. Orsøkin til donsku avgerðina er, at tað kostar nógv at hava eftirlitið, og spurningurin er, hvør dugur er í tilbúgvingini í smáu havnunum. Men eingi boð eru komin um tilsvarandi broytingar í føroysku havnunum, sigur Jónsvein Lamhauge, havnarmeistari í Tórshavnar kommunu. Orðatøk innihalda sum oftast ein sannleika, sum er grundaður á logik, fornuft ella royndir. Summi orðatøk eru torførari at skilja enn onnur, og til at fáa betur greiðu á, hvat dagsins orðatak merkir, hava vit spurt 4 ungar føroyingar um hjálp. Tað má vera í tráð við, at tá ið mann spyr ein spurning, liggur svarið opið. Men tá ið mann veit svarið, er tað ein sannleiki, sum tú ikki kanst broyta uppá. Hetta sæst aftur í religión, har ið trúgvandi kanska kenna seg meira fræls, tí tey gera sín egna sannleika, til dømis við himmalinum og helviti, skapanini og so víðari. Meðan fólk, ið hava tørv á einum svari, ið antin kann mátast ella vigast, kenna seg meira tengd at fakta. Sannleikanum. Tað heldur teimum frá at hava eina meining um eitt hvørt, inntil tey hava tað universiella svarið. Sannleikin heldur tey sum trælir. Huff, tað er eitt sindur trupult at seta orð á, hvat orðatakið merkir. Hetta er eitt verri orðatak. Hevði tað verið quot knívleysur maður er lívleysur maður quot ella okkurt tílíkt, hevði eg staðið á tá fyri at svara. Men hetta er eitt sindur torførari. Men tað, eg fái sett tað í samband við, er so indiánararnar, evropeararnar og trælurnar í Amerikulandi. Hvar ein kundi nýtt orðatakið dugi eg ikki at síggja, og hvat tað kann merkja, er enn ein truplari spurningur. Hatta eru mótsetningar. Man kann siga, at fólkið sum spyr spurningar er opið fyri møguleikum, og ikki vil binda seg. Í meðan fólkið, ið hevur øll svørini, kann merkja at fólkið ikki hugsar uttan fyri kassan og er konservativt. Orðatakið kann lýsa tveir mátar, ein persónur ella eitt samfelag kann vera. Orðatakið kann eisini lýsa, at mann kemur longst við at vera opin fyri nýggjum id 39 um. Eg eri nokkso sikkur í, at hatta handlar um, at lívið handlar meiri um at seta spurningar enn at finna svør. At tann, ið er fastur av bestemtum 39 svørum 39 ikki bjóðar sínari vitan av. At vera eksistensielt søkjandi í staðin fyri at vera idealistiskur. Maskinurnar taka yvir nógv av tí, ið vit menniskju eru von at gera. Eisini her í Føroyum. Vit vóru við, tá eitt tólmenni loysti mannin av sum pakkara á MBM í Hoyvík. ES landið Írland er harðliga ímóti uppskotinum hjá ES um at lata Føroyum 12 prosent av makrelinum næsta ár og Íslandi 11,9 prosent. Írski fiskimálaráðharrin, Simon Coveney, sigur við írska kringvarpið, at uppskotið er hvørki rættvíst ella rímiligt. ES átti heldur at vart áhugamálini hjá Írlandi, enn at renna ørindi fyri Føroyar og Ísland, heldur ráðharrin. Simon Coveney mælir ES til at endurskoða uppskotið. Hann leggur eisini dent á, at Norra er við, um ES ger álvara av at fáa uppskot sítt framt, so ES og Norra saman taka á seg avleiðingarnar av tí. Simon Coveney sigur, at hann hevur tosað við Mariu Damanaki, og hon lovaði at dagføra uppskotið fyri fundin hjá strandarlondunum um makrel. Tann fundurin verður í London mikudagin í næstu viku. Ráðharrin roynir eisini at fáa starvsfelagar sínar í øðrum fiskiveiðitjóðum í ES, Bretlandi, Skotlandi og Spania, at taka undir við sær. Írland fer av øllum alvi at stríðast fyri, at ein avtala um makrel fer at tryggja áhugamálini hjá ES og Írlandi, sigur ráðharrin. Sambært BBC hevur skotski fiskimálaráðharran, Richard Lochhead, boðið seg fram at umboða Bretland í komandi fiskivinnusamráðingum, tí bretski ráðharrin, George Eustice, er spildurnýggjur í starvinum og tí óroyndur. Hann gjørdist fiskimálaráðharri í síðstu viku. Maria Damanaki, fiskivinnukommisserur, segði seg vera eitt vet bjartskygda, tá hon á tíðindafundi í Brússel í gjár varð spurd um makrelin og fundin í London í næstu viku. Maria Damanaki segði, at eingin vil hava makrelkríggj, og tí verður roynt at finna semju. Men tað verður ikki fyri ein og hvønn prís. ES noyðist at verja síni áhugamál. Tí fer ES at tosa við Norra, men eisini við hini strandarlondini. Maria Damanaki sigur, at hon hevur tosað við ráðharrarnar í ES um makrelin. Og hon sigur seg vera eitt sindur bjartaskygda, Arbeiða vit saman, vinna vit á mál, segði hon í gjár. Norra hevur ikki enn boðað frá, hvat nýggja stjórnin har heldur um uppskotið hjá ES um 12 og 11,9 prosent til Føroya og Ísland. Heldur ikki íslendski fiskimálaráðharrin hevur sagt sína hugsan alment um uppskotið. Samstundis sum Vágs Kommuna varð dømd at rinda 75.000 krónur til tríggjar leiðandi pedagogar, tí kommunan hevði ikki hildið neyðugan fyrisitingarsið í sambandi við uppsøgn, so fekk Vágs kommuna viðhald í, at hon hevði rætt til at siga leiðararnar á tveimum stovnum úr starvi, í staðin at leggja báðar stovnarnar undir ein leiðara. Forkvinnan í Pedagogfelagnum, Maud Wang Hansen, var als ikki fegin um hendan part av dóminum. Grein 8 í dagstovnalógini sigur quot Til tess at røkja tað dagliga arbeiðið, setir kommunan ein leiðara fyri dagstovnin ella dagrøktarskipanina við námsfrøðiligari útbúgving. quot Men niðurstøðan hjá rættinum var, at henda orðing forðar ikki eini kommunu at hava fleiri stovnar undir somu leiðslu. Pedagogfelagið tekur ikki undir við hesi niðurstøðu Vit ivast ikki í, at meiningin við grein 8 er, at tað skal vera ein leiðari fyri hvønn stovn, og vit ætla framhaldandi at arbeiða og ráðgeva út frá hesum, sigur Maud Wang Hansen Síðan málið varð reist, eru barnagarðurin og frítíðarskúlin í Vági lagdir í sama stovn, og hetta er orsøkin til, at pedagogfelagið hevur avgjørt ikki at kæra dómin, sigur Maud Wang Hansen. TAKS flytur av Hálsi í Havn oman í M.A. Winthers gøtu 2, har sum Sjónvarpið var til í summar. Orsøkin til flytingina er, at hølini hjá høvuðsdeildini á Smyrilsvegi skulu umvælast. Umvælingin er mett at vera liðug um tríggjar mánaðir. Blámusoppur er í hølunum á Smyrilsvegi. Roynt varð fyrst at beina fyri soppinum, men nú hevur TAKS so avgjørt at flyta, meðan umvælt verður á Hálsi. 45 fólk arbeiða á høvuðsdeildini hjá TAKS. Kunning er nógv betri enn forboð. Tað heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum hevur sagt landsstýrinum sína hugsan um ætlanina hjá Heilsumálaráðnum at forbjóða fólki yngri enn 18 ár at brúka solarium. Arbeiðsgevarafelagið ivast í, um endamálið við lógini, sum er at minka um tilburðirnar av krabbameini, verður rokkið við forboði. Ein miðvís kunning til tey ungu og foreldur teirra hevði givið nógv betri úrslit, heldur Arbeiðsgevarafelagið. Tað kann eisini hugsast, at einki eftirlit fer at geva lógini øvuta ávirkan. Tað verður spennandi at bróta reglurnar, ella fara fólk at fáa sær solarium heima við hús, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag. Á nýggjárinum verður forboðið at selja fólki, sum eru yngri enn 18 ár, solariumsól til kosmetiskt endamál, sum tað stendur í lógaruppskotinum. Men loyvt verður framvegis at selja tíð undir sóllampum at viðgera sjúkur við. Ein solariumlóg er á veg í løgtingið. Uppskotið hevur verið til hoyringar. Í føroysku krabbameinsætlanini, sum kom í 2009, verður mælt til forboð fyri at lata ung, yngri enn 18 ár, sleppa at brúka solarium. Norski Framburðsflokkurin hevur stóra afturgongd, vísir ein meiningakanning, sum er gjørd, nú nýggj norsk stjórn er skipað. Floksleiðarin og fíggjarmálaráðharrin, Siv Jensen, má viðurkenna, at afturgongdin hevði verið góð trý prosentstig, og at Framburðsflokkurin hevði fingið sløk 14 prosent av atkvøðunum, var val nú. Á stórtingsvalinum fekk Framburðsflokkurin 16,3 prosent av atkvøðunum, og tað vóru næstan sjey prosentstig færri enn á valinum í 2009. Tað er ongantíð gott, at meiningakanningar vísa so stóra afturgongd, men tað hevur ikki so stóran týdning í løtuni, tí val hevur júst verið, sigur framsøgumaðurin hjá Framburðsflokkinum, Harald Nesvik. Hóast afturgongdina, so hevur Framburðsflokkurin 29 tinglimir, og er triðstørsti flokkurin í stórtinginum. Hjá hinum flokkunum vísir meiningakanningin ikki stórvegis broyting síðani valið. Norski Javnaðarflokkurin, sum nú er í andstøðu, er størsti flokkur, og hevði fingið sløk 32 prosent av atkvøðunum, var væl nú. Høgri er næststørstur við 27 prosentum. Almannaverkið hevur ætlanir um at gera ein venjingarmiðdepil í Havn, og Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur ætlanir um eina rehabiliteringslóg. Gongst sum ætlað, verður lógin løgd fram í vár. REIÐRIÐ Hvussu brúka ung Facebook Ert tú uttanfyri, um tú ikki hevur Facebook Og ert tú ein tapari, um tú ikki fært quot likes quot fyri tíni uppsløg Maria Daniella í Dali 18 , Bergur Klementsen 18 og Høgni Lamhauge 19 skifta orð um fyribrigdið Facebook. Millum 25 og 30 fólk, sum hava sálarligar trupulleikar, vitja hvønn dag á Hoydalsvegi 40 í Havn, har Fjálvi heldur til. Fjálvi gevur sinnisveikum møguleikar at hittast gerandisdagar til fjølbroytta og hugnaliga samveru. Men hvat er munurin á einum Fountain húsi, sum ætlanin er at byggja, og Fjálva við Hoydalsvegin. Vit vitjaðu á Fjálva í morgun. Er tað skilagott at lliva sunt og gott bert fyri at verða gamal, tí ivaleyst so endar mann bara við at sita dementur á heinum heimi Konan, sum sigur seg hava eitt gott lív, er komin í iva, um maðurin nú er hennara soulmate, tí alt fleiri fara hvør til sítt so hví ikki hon Seinasta árið hevur felagið VitOrka havt fleiri fundir við myndugleikarnar landsstýrið, SEV, Landsverk og Jarðfeingi um at fáa loyvi at hita útvaldar almennar bygningar í høvuðsstaðnum við vindorku. Næsti fundur á skránni verður við landsstýrið mánadagin, sigur Magni Laksáfoss, stjóri í VitOrku, við Dag og Viku. Og gongst sum ætlað, verður avtala gjørd við landsstýrið fyri nýggjár. Ætlanin snýr seg í fyrstu atløgu um at seta upp vindmyllur á Kirkjubøreyni, sum skulu hita eitt nú Skúlan á Argjahamri, Fíggjarmálaráðið, Landssjúkrahúsið og almennu bygningarnar har, Almannamálaráðið, Ellisheimið, Læraraskúlan, Háskúlan, Vinnuháskúlan og Landsbókasavnið. Verður avtala gjørd við landsstýrið, er næsta stig at gera vindkanningar. Vindmyllurnar verða í fyrsta lagi settar upp um tvey ár, væntar Magni Laksáfoss. VindOrka hevur funnið ein týskan samstarvsfelaga, sum hevur samband við útlendsk vindorkufeløg og útlendskar fíggingarstovan og pensjónsgrunnar. Ætlanin hjá Almannamálaráðnum er, at broytingin í barnaverndarlógini kemur í gildi á nýggjárinum. Barnahúsið verður karmur um tvørfakligt samstarv millum barnavernd, politi og heilsumyndugleikar, sum hjálpa børnum og ungum, sum hava verið fyri kynsligum ágangi og likamligum harðskapi. Í hesum døgum eru 30 ár síðani, at Føroya Symfoniorkestur varð stovnað, og í Vangamyndini í Degi og Viku í kvøld fer Poul Jákup Thomsen, stjóri í orkestrinum at greiða frá virksemi og avbjóðingum. Men symfoniorkestrið er bert eitt av virkisøkjum Poul Jákups. Hann var í fleiri ár ráðgevi hjá Rúsdrekka og narkotikaráðnum og arbeiðir nú sum sjálvstøðugur ráðgevi við støð á Skarvanesi. Løgmaður, Kaj Leo Johannesen, er nú ikki longur ein, men tveir persónar á facebook. Ein privatur og ein almennur. Annar er løgmaður Føroya fólks, og hin er privatpersónurin, Kaj Leo Holm Johannesen. Nýggja vangamyndin er liður í eini roynd at røkka enn fleiri. Eisini greiðir Tóra frá síni tónleikaligu bakgrund, hvussu tað er at vera menniskja, ið ber brek, og frá tíðini tá hon sum svimjari hjá ÍSB umboðaði Føroyar í altjóða kappingum. Tað halda fakfelagsumboð, nú ætlanin er at hækka lønina hjá løgmanni og landsstýrisfólki 30 prosent. Sambært tilmælinum, sum ein nevnd hevur gjørt, hækkar lønin hjá løgmanni úr 694.000 krónur upp í 901.000 krónur um árið, og hjá landsstýrisfólkum úr 590.000 krónur upp í 763.000 krónur Afturfyri missa løgmaður og landsstýrisfólk ávisar veitingar, og eftirlønin hjá landsstýrisfólkum verður 15 prosent av lønini, og ikki sum nú full tænastumannaeftirløn eftir átta ár í starvi. Nótaskipini fáa stóran og góðan makrel á einari leið, har sum tey ikki hava roynt so nógv fyrr. Og har ber til at fiska makrel reint, eingin sild er uppií. Men trupulleikin hjá teimum er, at kvoturnar í ár eru um at vera uppi. Tróndur í Gøtu kom á Tvøroyri í gjárkvøldið við 1400 tonsum av makreli eftir fiskarí í tvær nætur. Føroya Symfoniorkestur hátíðarheldur 30 ára stovningardag sín í 2013, og ársins heystkonsert verður tí nakað serligt. Frumførsla verður av nýggja verkinum Veitslu eftir Sunleif Rasmussen, russiski pianisturin Pavel Raykerus kemur at spæla klaverkonsert nr. 1 eftir Tchaikovsky, og orkestrið fer eisini at framføra kenda verkið Enigma Variations eftir Edward Elgar. Arbeiðið at seta á stovn eitt barnahús, sum skal hjálpa børnum og ungum, ið hava verið fyri kynsligum ágangi og likamligum harðskapi, er ikki komið á mál enn. Men gongst sum ætlað, letur húsið upp í desember. Ein hálv millión krónur er sett av til endamálið á fíggjarlógini í ár. Broytingin í barnaverndarlógini, sum skal skapa løgligt grundarlag undir barnahúsinum, er ikki komin í gildi enn. Arbeiðið er tó komið so mikið langt, at lógaruppskotið er sent út til avvarðandi partar, so tað kann leggjast fyri tingið fyrsta dagin. Lagt til rættis Una Nielsdóttir Galán info roddin.fo Tá eg var 18 ár, fekk eg fyrstu tattovering mína, tí tá var ikki neyðugt við foreldraundirskrift longur. Tað var orðið Faith, sum er á nakkanum. Nú havi eg 26 tattoveringar. Eingin teirra er flætta uppí nakra aðra enn , so tí veit eg neyva talið. Á síðuni hevur Eva Black byrjanina á einum skipið. Nú eru tað næstan tvey ár, síðani hon byrjaði at fáa tað tattoverað, og tað er als ikki liðugt enn. Afturat skal ein máni, skýggj og so skal alt hava skuggar. Sum nú er, er tað bara strikað upp. Mær hevur altíð dámað væl sjórænarar og frælsi teirra. Eg havi ofta kunnað arbeitt víðari uppá ta tattoveringina, men eg havi altíð valt at fáa eina nýggja ístaðin, tí eg simpulthen ikki havi tímað at gjørt hana liðna. Eg veit ikki hví, tað hevur bara ikki føltst sum rætta løtan. Men tað skal nokk koma Eg hugsi altíð øgiliga nógv um motiv og staðseting, áðrenn eg geri av at fáa mær eina. Tær eru allar svart hvítar, tí tað haldi eg klæðir mær best. Undantikið liljan á rygginum, sum eg helt rigga best í litum. Eva hevur tríggjar svartar rósur, sum standa fyri mammu, pápa og systir hennara. Rósan stendur fyri kærleika og á hvørjari stendur navn teirra skrivað. Eg vil nú ikki siga, at ein long søga liggur handan hvørja tattovering, men tær hava allar hvør sín týdning fyri meg, sum ger tær persónligar. Eg havi tó eisini nakrar sera spontanar, sum til dømis akkerið á hondliðinum. Tað hevur ein av bestu vinkonum mínum gjørt, og hon er ikki tattovør Eitt tíðarskeið í føroyskari miðlasøgu endaði í morgun, tá Kringvarpið á seinasta sinni snaraði lykilin um í Vørðsluni í Havn, har sjónvarpið hevur hildið til síðani tað varð stovnað í 1983. Bygningarnir hava seinastu 30 árini verið karmur um virksemi hjá fyrst Sjónvarpi Føroya, og, síðani samanleggingina av útvarpi og sjónvarpi í 2005, hjá sjónvarpinum. Í mai mánað varð miðvíst byrjað at savna starvsfólk og framleiðslu í Sortudíki, har alt virksemi hjá stovninum nú er savnað. Starvsmannafelagið hevur keypt høvuðsbygningin í Vørðsluni. Tað er ikki skilagott at geva størri kvotur júst nú, tá útlitini fyri semju millum strandarlondini um makrelin eru betri enn nakrantíð. Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Nótaskipini fáa nógvan, stóran og góðan makrel eystan fyri Sandoyarbanka og Nólsoyarbanka. Men trupulleikin hjá skipunum er, at kvoturnar hjá teimum eru um at vera uppi. Jacob Vestergaard er samdur við teir, sum siga, at hetta er spennandi fiskiskapur, og tað hevði verið gott at kunnað hildið fram fyri at vita, hvussu langt út á árið ber til at fiska makrel í føroyskum sjógvi. Men nú eru útlit fyri, at ein semja um makrelin nærkast. Tí er hetta ikki rætta løtan at provokera hini londini við at hækka føroysku kvotuna í ár, sigur landsstýrismaðurin. Hann útilokar tó ikki møguleikan fyri, at eitt ella tvey skip kunnu gera onkrar royndir eftir makreli á leiðini, har sum nótaskipini royna nú. Strandarlondini fara at samráðast um makrelin mikudagin. Fiskifrøðingar halda, at tað er ráðiligt at fiska nógv meira, 64 prosent meira makrel næsta ár enn í ár. Og størri nøgdir gera samráðingarnar eitt sindur lættari, sigur Jacob Vestergaard. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum vil broyta rentustuðulin, soleiðis at útreiðslurnar hjá landskassanum minka til 2018. Men kommunurnar eru ikki fegnar um uppskotið. Tí kommunurnar skulu framhaldandi rinda eins nógv av rentuni. Sí innslag í Degi amp Viku og samrøðu við Paula T. Petersen, borgarstjóra í Vestmanna, og Jørgen Niclasen, landsstýrismann, sum vóru gestir hjá Finni Koba í sjónvarpsstovuni. Kathrina Hansen, sum er formaður í Eysturoyar Dansifelag, hevur valt, at lurtararnir skulu hoyra Dansifelagið í Havn kvøða Brúsajøkulskvæðið. Martin Tórgarð skipar. Harafturat verður høvi at hoyra Eysturoyar Dansifelag kvøða Har bylgjan leikar, sum Maurentius Viðstein yrkti. Høgni Debes skipar. Kunoyingar vóru skjótir at fáa sær elektriskan streym. Um 1950 bygdu teir elverk norðast í bygdini. Teir róku hetta verkið til teir fóru upp í SEV í sjeytiárunum. Næsti grannin er býlingurin Norð í Húsi, har eini trý hús eru í dag, men fleiri hava verið áður. Suðuri á Bø er býlingurin, sum Heini í Kunoy er úr. Har eru fleiri fyrndarhús, og Suðuri í Lægd er ein nýggjur býlingur, har bygt hevur verið, síðani vegasambandið fekst í lag. Har býr fitt av fólki, men var ongin vegur komin, var hesin býlingurin ikki til í dag. Í hesari vikuni fara nevndirnar hjá løgtinginum at ummæla uppskotið hjá landsstýrinum um fíggjarlóg fyri 2014. Sambært tingskipanini sendir Fíggjarnevndin hinum nevndunum tey økini í fíggjarlógini, sum nevndin varðar av, til ummælis, áðrenn ein vika er liðin frá tí, at Fíggjarnevndin fekk fíggjarlógina eftir fyrstu viðgerð í tinginum. Nevndirnar hava síðani 14 dagar at svara Fíggjarnevndini. Mentanarnevndin og Trivnaðarnevndin hava fund í dag og hinar nevndirnar seinni í vikuni. Trivnaðarnevndin hevur givið Landsfelag Pensjónista og landsstýriskvinnuni í almannamálum fundarboð til fundin í dag. Vil ES geva Føroyum og Íslandi meira makrel, so skal hvør stertur takast av kvotuni hjá ES. Norra vil ikki vita av ætlanini hjá ES at bjóða Íslandi 11,9 prosent og Føroyum 12 prosent av heildarkvotuni næsta ár. Hann nevnir tó bara Ísland, tá hann sigur, at Norra verður ikki við til at løna ábyrgdarleysum fiskiskapi. Hann ger greitt, at Norra er ikki við í tilboðnum hjá ES. Hann heldur, at ES arbeiðir aftan fyri bakið á egnum limalondum og Norra. Hvørki norska Fiskimálaráðið ella nýggi ráðharrin, Elisabeth Aspaker, hava sagt nakað um ætlanina hjá ES. Men sambært Audun Mar k eru myndugleikarnir og uppsjóvarvinna á landi og sjógvi í Norra samd um ikki at taka undir við einari samráðingarloysn, sum gevur Føroyum og Íslandi meira makrel enn ES og Norra higartil hava verið samd um. Heldur ES fast um sítt, skal alt tað, sum Føroyar og Ísland fáa afturat, takast av kvotuni hjá ES, sigur Audun Mar k á heimasíðuni hjá reiðarafelagnum, Fiskeb t. Sambært uppskotinum hjá ES minkar norska kvotan úr 26,5 prosentum niður í 21,3 prosent næsta ár. Men tonsatalið hjá Norra verður tó størri, tí heildarkvotan verður nógv størri næsta ár enn í ár. Mikudagin byrja samráðingarnar hjá strandarlondunum um makrelkvoturnar í 2014. Tí skal játtanin í verklagslógini fyrst og fremst brúkast til at fáa grundleggjandi hølisviðurskiftini á sjúkrahúsinum nútímansgjørd, sigur Landsverk. Føroya Symfoniorkestur hevur stóran týdning fyri føroyska tónleika og mentanarlívið, og orkestrið hevur sína ávirkan á, at fleiri og fleiri tónlistaligir úrmælingar koma úr Musikkskúlanum. Føroya Symfoniorkestur hátíðarheldur í hesum døgum sín 30 ára stovningardag. Tað ger orkestrið við konsertum bæði í Føroyum og Íslandi. Í sendingini Radarin mikudagin verður ein longri samrøða við Hans Paula Tórgarð um Føroya Symfoniorkestur og tess týdning fyri mentanarlívið í Føroyum. Eisini verður ljóskastarin settur á fíggjarstøðuna hjá orkestrinum í samrøðum við stjóran í orkestrinum og við landsstýrismannin í mentamálum. Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at hann hevur havt samband við partarnar, men í løtuni veit hann ikki at siga, nær semingsroyndin byrjar, tí semingsstovnurin skal seta seg inn í tilfar frá pørtunum. Av tí at Fiskimálaráðið hevur álagt Búnaðarstovuni at spara eina millión krónur á rakstrarjáttanini til almennar royndir og ráðgeving í 2014 og í 2015, hevur Búnaðarstovan tikið avgerð um niðurleggja tríggjar tænastuveitingar, sum Búnaðarstovan hevur veitt til landbúnaðin, serliga mjólkneytafjósini. Tænasturnar eru ísáing, neytaeftirlit og beinleiðis ráðgeving, serliga í samband við fóðring av neytum grundað á neytaeftirlit, stráfóðurprøvatøkur, jørðprøvatøkur og aðrar skrásetingar. Meginfelag Búnaðarmanna, MBM, sum er felagið hjá mjólkarbóndunum og Búnaðarstovan samskifta í løtuni um, hvussu hesar tænastur í framtíðini skulu fáðast at virka, so at fjósini framhaldandi fáa neyðugar tænastur. Spurningin til Brúkaraumboðið í morgun Vit standa og skulu til at innrætta kjallaran hjá okkum til eina íbúð. Vit hava hesi seinastu árini gjørt ymiskar umvælingar í húsinum og royna altíð at gera tað uppá bíligasta máta. tað vil siga at vit keypa tilfarið sjálvi og so kemur ein timburmaður og hjálpir okkum við umvælingunum. Vit ætla at gera kjallaran uppá sama máta, men nú segði onkur við okkum, at vit skuldu lata timburmannin máta upp og keypa tilfarið, tí um vit fáa skeiva levering, er tað problemið hjá timburmonnunum, sum so má forhandla við sølumannin. Soleiðis sleppa vit undan fleiri trupulleikum. Er hetta rætt skilt hjá okkum Vinarliga Ein lurari Í fjør innfluttu vit skip og flogfør fyri, 1,3 milliardir krónur, men higartil í ár hevur hesin innflutningurin verið 810 milliónir krónur Innflutningurin av brennievni eru minkaður 15 milliónir í ár niður í 870 milliónir, men innflutningurin til beinleiðis nýtslu er vaksin 34 millónir, upp í 775 milliónir krónur Útflutningurin av botnfiski minkaði 60 milliónir krónur, niður í 867 milliónir, og útflutningurin av uppsjóvarfiski minkaði 107 milliónir, niður í 620 milliónir krónur. Tilsamans útfluttu vit 233.700 tons av fiski og fiskavørum fyrstu átta mánaðirnar í ár, og tað eru 1.630 tons fleiri enn somu tíð í fjør. FAME samstarvið skal virka fyri at fáa føroyskan tónleik út í heim. Úrslitið er gott, sigur Jón Tyril, fyriskipari av G festivalinum, og vísir á, at Benjamin Petersen og Marius Ziska hava fingið fløgusáttmála uttanlands, umframt at útivið 100 føroyskar framførslur hava verið í Europa í ár. Illveður um vikuskiftið forðaði nótaskipunum í at royna eftir makreli eystan fyri Sandoyarbanka og Nólsoyarbanka, har sum tey fingu nógvan, stóran og góðan makrel í síðstu viku. Gesturin hjá okkum í morgun er Helle Thede Johansen, forkvinna í Rithøvundafelagnum sum í løtuni saman við Norðurlandahúsinum fyrireikar nakrar sera áhugaverdar og øðrvísi bókadagar í november. Góðkenningin hevur við sær, at royndin eftir skeljum er burðardyggur, og O.C. Joensen kann nýta merkið hjá MSC, tá vøran verður seld. Fløgan Evst, við bólkinum Hamferð, fær seks av seks stjørnum frá Niels Una Dam, ummælara í Brunsj. Hamferð, sum í fjør varð kosin besti føroyski bólkur á Planet Awards, gav tann 11. oktober út sína fyrstu fløgu í fullari longd. Í sendingini sigur Niels Uni Dam sína hugsan um fløguna, eins og nakrir sangir av hesi verða spældir. Lógin er gjørd soleiðis, at ferðaendurgjaldið lagar seg eftir broytingum í samferðsluni, eitt nú eru tveir undirsjóvartunlar komnir síðani 1999. Tá lógin kom í 1999 varð endmálið við at hækka lønina munandi, at tingfólk skuldu vera tingfólk burturav, og ikki hava annað arbeiði eisini Løgtingsformaðurin heldur ikki, at lógin eigur at krevja, at tingfólk eru tingfólk burturav, so tey kunnu brúka alla sína tíð og alla sína orku til løgtingsarbeiðið, góðar 36.000 krónur um mánaðin er hóast alt ein hampiliga góð løn, heldur hann. Tað eru Lions Club Eysturoy, Giktafelagið og Heilafelagið sum hava gingið á odda fyri at seta á stovn eitt endurvenjingartilboð í Eysturoy. Feløgini handaðu í 2009 Almannamálaráðnum eitt álit, har mælt var til eitt endurvenjingartilboð á Eysturoyar Røktar og Ellisheimi. Tølini vísa, at í skipanini hjá heimatænastuni eru 130 sjúklingar, ið hava tørv á viðlíkahalds og endurvenjing, og tøl frá sjúkrahúsverkinum vísa, at í meðal eru 124 sjúklingar um árið úr Eysturoy, sum eru innalgdir við neurologiskum ella reumatologiskum sjúkum. Tað merkir, at fiskiskapurin er altjóða viðurkendur sum burðardyggur, bæði viðvíkjandi sjálvum skeljastovninum, men eisini viðvíkjandi umhvørvinum og umsitingini av fiskiskapinum. Hjá Thor fegnast tey um góðkenningina. Umframt at kunna bjóða eina góða vøru, sum er ein seintvaksandi vill skel úr køldum sjógvi, er tað eisini gott at kunna skjalprógva yvir fyri kundum og umheiminum, at talan er um ein burðardyggan fiskiskap, sigur felagið í tíðindaskrivi. Tað gingu tveir mánaðir frá tí at fyrrverandi landstýrismaðurin i innlendismálum Kári P. Højgaard helt upplýsningar aftur fyri Løgtinginum, til løgmaður bað um eina frágreiðing frá Innlendismálaráðnum. Dagur amp Vika hevur fingið skjalayvirlitið í málinum, og tað vísir, at spurningurin frá løgmansskrivstovuni, snúði seg um eitt annað mál. Í løtuni er prísurin millum 37 og 39 norskar krónur fyri kilo, og hetta er tað mesta síðan 1992, sigur greinarin hjá Nordea Markeds, Kolbjørn Giskeødeg rd, sambært heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum. Giskeødegaard sigur, at framtíðarprísirnir á fiskabørsinum, FishPool, fyri 2014 liggja um 38 til 40 norskar krónur fyri kilo av laksi fyrra hálvár og 36 norskar krónur fyri seinna hálvár. Higartil í ár hevur prísurin verið slakar 39 krónur fyri kilo, og tað er torført at síggja, hvaðani hægri útboð skal koma, sigur Henning Steffenrud við Kyst.no. Hann vísir harumframt á, at framleiðsluvøksturin, sum hevur verið seinastu árini, ikki er nóg mikið til at nøkta vøksturin í eftirspurninginum, og tá hækka prísirnir, sigur Steffenrud. Meirilutin vísir á, at nevndin fekk at vita, at stuðulin til lesandi í Føroyum er hægri ella í minsta lagi ájavnur við stuðulin í hinum Norðurlondunum, tó undantikið í Danmark. Tey halda eisini, at uppskotið hjá Javnaðarflokkinum fer at hækka játtanina til lestrarstuðul, uttan tó at gera stórvegis mun fyri tey lesandi, sum meirilutin skrivar í álitinum. Minnilutin vísir á, at í Danmark, hagar flestu føroyingar fara at lesa, fáa lesandi, sum eiga børn, alskyns stuðul, so sum dupultan SU studning, leiguískoyti og barnakekk. Javnaðarflokkurin mælir til at hækka stuðulin hjá øllum lesandi í Føroyum 10 prosent 1.januar 2014, so hægri stuðilin fer upp í 4.110 krónur og tann lægri upp í 1.980 krónur Talsmenn hjá fiskimonnum í Skotlandi og Írlandi gjørdu aftur í gjár eina roynd at fáa Mariu Damanaki, ES fiskivinnukommisser, at taka aftur tilboðið hjá ES um størri makrelkvotur til føroyingar og íslendingar. Í samráðingunum millum strandarlondini, sum vera í London nú í vikuni, ætlar ES at bjóða Føroyum 12 prosent av heildarkvotuni næsta ár og Íslandi 11,9 prosent. Hetta hevur fingið øði í fólk í uppsjóvarvinnuni í Írlandi og Skotlandi, sum kalla fiskiskapin hjá føroyingum og íslendingum sjórán. Audun Mar k, stjóri í norska reiðarafelagnum, hevur sagt, at vil ES geva Føroyum og Íslandi meira makrel, so skal hvør stertur takast av kvotuni hjá ES. Nú beint fyri makrelsamráðingarnar um 2014, hevur almenna grønlendska felagið Royal Greenland kunngjørt, at grønlendingar fiskaðu 52.000 tons av makreli í summar. Niels Winther, ráðgevi í Vinnuhúsinum sigur, at tað er ikki víst at ætlanirnar verða settar í verk, men um tær verða tað, kann tað hava stóran týdning fyri føroysku fiskivinnuna. Føroya rættur viðgerð í næstu viku eitt sakarmál móti einum manni, sum er ákærdur fyri at hava tikið myndir inni í Føroya Rætti uttan loyvi. Maðurin, sum nú er ákærdur, var í rættinum tá, rættarfundurin var almennur, og tók myndir av dómara, verja, ákæra, ákærda, vitnum, familjuni hjá Pidda og av nevningunum. Myndin er tó ongantíð almannakunngjørd, men ákæruvaldið vil hava rættin staðfesta, at tað eisini er ólógligt at víðarisenda slíkar myndir, hóast myndin ikki er almannakunngjørd. Maðurin er eisini ákærdur fyri at hava hótt og ærumeitt ein deildarleiðara hjá Føroya Tele, sum varð innkallaður í málinum at tosa um fartelefon og antennuviðurskifti, so at staðfestast kundi, hvar Piddi var klokkan 18.34 tann 4. november í 2011, tá faretelefonin hjá honum fyri seinastu ferð hevði samband við eina antennu hjá Føroya Tele. Almannamálaráðið hevur lagt fram lógaruppskot um virknis og umlættingardepil í Sandoynni til børn og ung við serligum avbjóðingum. Og løgtingsmenninir Páll á Reynatúgvu í Tjóðveldi og Hendrik Old í Javnaðarflokkinum vilja hava berghol til Dals og til Fámjins, Gjáar og Tjørnuvíkar. Tvær atkvøðugreiðslur eru á dagsskránni, onnur um dagførdu lógina um at løggilda heilsustarvsfólk. Tað uppskotið er longu samtykt fyrru ferð. Og atkvøðast skal um uppskotið hjá Javnaðarflokkinum um at geva lesandi í Føroyum ávikavist 373 og 180 krónur meira, sum hevur aðru viðgerð í dag. Uppskotið hjá Tjóðveldi um longri barsilstíð við løn, og uppskotini hjá Javnaðarflokkinum um rættin at sleppa at arbeiða fulla tíð og endurskoða yrkisútbúgvingarnar skulu hava fyrstu viðgerð í dag. Stríð hevur tikið seg upp millum netmiðlarnar í Føroyum. Vágaportalurin hevur kært nýggja portalin hjá Miðlahúsinum, in.fo, til Brúkaraumboðið. Tað er gjørt, tí Miðlahúsið, sambært blaðstjóranum á Vágaportalinum, Ólavi í Beiti, brúkar villleiðandi og misvísandi tøl í sínari marknaðarføring um sín egna tíðindasíðu. Hvønn týsmorguin hevur Góðan Morgun Føroyar morgunkaffi í Kaffishúsinum undir Bryggjubakka. Hevur tú hug at hitta onkran til eitt prát, so er at seta teg í samband við morgunsendingina á gmf kvf.fo. Lotte Hvas heldur ikki, at gransking í føroyskum ílegum eigur at verða brúkt til at fáa pengar til landið ella til at menna arbeiðspláss. Við at lesa allan arvastrongin er vandi fyri, at tú fært vitan, sum ikki ger tað klókari, men sum setur teg í eitt etiskt dilemma, sigur Lotte Hvas við blaðið Kristeligt dagblad, sum fríggjadagin hevði atfinningarnar á forsíðuni. Spurningurin til Annu Dalsgaard í morgun Sonur mín, sum er 10 ár og gongur í fjórða flokki, sigur at teir eru tríggir dreingir í flokkinum, sum ikki hava facebook profil. Han sigur, at han eisini vil hava ein profil á facebook, men vit siga nei, tí, sum vit vita, skal man vera 13 ár, áðrenn man kann fáa sær profil á facebook. Sonurin sigur at hinir dreingirnir í flokkinum hava gjørt ein bólk, so nú kennir hann seg uttanfyri. Foreldur, lærar og pedagogar skulu hugsa seg um áðrenn tey rópa eftir børnunum og skelda tey, tí hetta gagnar onki heldur hinvegin. Tað sigur kendi danski barnagranskarin Erik Sigsgaard, sum í nógv ár hevur granskað lívið á donskum dagstovnum. Erik Sigsgaard er í dag ein sera væl umtóktur og eftirspurdur fyrilestrarhaldari og er í løtuni á arbeiðsferð her í Føroyum. quot Lotte Hvas er ikki bert atfinningarsom ímóti FarGen verkætlanini. Hon er atfinningarsom ímóti ílegulesingum sum heild. Tað var hon eisini, tá hon var í Føroyum í vár. Og nú tykist hon at vera serliga atfinningarsom ímóti, at FarGen hevur ført fram, at við verkætlanini fylgja eisini arbeiðspláss og nýggj vitan til Føroyar quot . Tað er sambært skrivinum umráðandi at vísa á, at tað longu eru verkætlanir í Føroyum, har arvastrongurin verður lisin. Víst verður millum annað á skizofreni verkætlanina, sum nú verður kalla iPsych verkætlanin. Har er Gunhild Isfeldt, lækni og forkvinna í Vísindasiðsemisnevndini, kliniskur ábyrgdarhavari, og August Wang ein av høvuðsgranskarunum. Tey hava staðið fyri at lesa allan arvastreingin hjá umleið 100 føroyingum við álvarsomu sálarligu sjúkuni, skizofreni, skrivar Bogi Eliasen. Herfyri fór einkar rætturin hjá SEV til vatnorku útbyggingar úr gildi, og SEV fer neyvan aftur at fáa óskerdan rætt til vatnið, men má kappast við onnur feløg, tá talan er um at gera íløgur í orku veitingina her á landi. Og SEV kann missa meira enn einkarrættin til vatnið, tí landsstýrismaðurin í vinnumálum vil hava, at landið fær ávirkan á SEV, sum kommunurnar jú eiga. Men um SEV missir einkarrættin til vatnið og at byggja út vatnorkuna, hvør skal so hava tann rættin, og skal ynskið hjá Johan Dahl eftirlíkast, um at landið skal hava størri ávirkan á elkervið, og hvussu tað skal útbyggjast. Skal tað gerast í eini avtalu millum landið og SEV, kann landið ígjøgnum lóggávu tryggja sær størri vald á SEV ella skal landið keypa SEV Tað verður evnið í Kjakinum eftir Dag og Viku í kvøld, har Jákup Suni Lauritsen, nevndarformaður í SEV og Jóhan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum eru gestir. Tað er als ikki vist, at MBM fer at yvirtaka uppgávurnar, sum Búnaðarstovan nú noyðist at spara burtur. Tað sigur stjórin í MBM, Hákun Steingrímsson. Búnaðarstovan skal spara umleið eina millión krónur til ráðgeving og almennar royndir. Trý fólk verða søgd úr starvi, og Búnaðarstovan fer at niðurleggja tænastur sum ísáðing, neytaeftirlit og ráðgeving í sambandi við fóðring. Tað sigur nevndin, sum Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, setti fyri hálvum øðrum ári síðani at gera yvirlitsætlan um upplivingardepil við Áir. Men í høvuðsfrásøgnini hesuferð er evnið leirlist. Vit leita í Norðurlandahúsið, har Lise Seisbøll, stjóri á Danmarks Keramiske Museum, helt fyrilestur farna sunnudag, og vit fara í Listaskálan, har Guðrið Poulsen, leirlistakvinna, hevði fernisering við nýggju framsýningini við fleirtýdda heitinum quot MillumRúm quot . Eisini frætta vit um Bókadagar 2013, ið verða í Norðurlandahúsinum frá 21. til 24. november. Vit hitta Sif Gunnarsdóttir, stjóra í Norðurlandahúsinum, og Helle Thedis Johansen, forkvinnu í Rithøvundafelag Føroya, sum eitt nú siga okkum um skránnað, luttakarar, verkstovur, og pallborðsorðaskifti. Og eisini greiður Hedvig Westerlund Kapnas okkum frá einmansleikinum Oscar og den lyserøde dame, ið Pia Rosenbaum fer á pall við í Norðurlandahúsinum. Johan Dalsgaard og Rakul Dalsgaard flyta nú úr Fámara. Fiskimálaráðið hevur staðfest avgerðina hjá Búnaðarstovuni um festið í Fámara. Tað merkir, at Jens Heri Jacobsen er festari í Fámara. Johan Dalsgard, Búi Brattaberg og Árni Brattaberg kærdu avgerðina hjá Búnaðarstovuni um at lata Jens Hera Jacobsen í Sumba fáa festið í Fámara. Nú avgerðin er tikin, er ikki annað at gera, enn at flyta úr Famará, sigur Jóhan Dalsgaard. Tað eru Føroya Handilsskúli, Føroya Studentaskúli og H.F. skeið og Tekniski skúlin í Havn, sum skulu flyta inn í Marknagilsdepilin, tá hann er liðugur. Í svarinum sigur landsstýrismaðurin millum annað at hann hevur ta áskoðan, at greiðast er, at Marknagilsdepilin verður ein skúli við einari leiðslu. Tó leggur hann afturat, at tað er umráðandi, at tann undirliggjandi leiðslubygnaðurin avspeglar alt virksemið, sum verður røkt í og út frá stovninum. Landsstýrismaðurin ætlar eisini, at stjórin fyri Marknagilsdepilin verður settur, áðrenn skúlin verður tikin í nýtslu, so hann verður við til at fyrireika samansetta starvsfólkahópin at virka saman, sum eina eind á einum skúla, stendur í svarinum til Gunvør Balle. Fyrispurningurin hjá Gunvør Balle er á skránni á løgtingsfundinum, sum byrjar klokkan 11 í morgin. Í einari stórari garasju á Norðoyri rokast Kristoffur Ragnarsson og bróðirsonurin Magni Hansen við at gera seksæringin Dortheu kláran at fara á sjógv. Rokskiparin Palli í Grótinum í Klaksvík átti hendan bátin, ið hevur eina heilt serliga søgu. Annars røkkur søgan hjá Norðoyri heilt aftur í 1300 ella 1400 talið. Sigmar Høgnesen greiðir frá søguni og øðrum viðurskiftum í bygdini. Absalon Matras á Norðoyri hevur flutt tilsamans nærum 1.000 tons av klæðum og aðrari neyðhjálp til Rumenia. Vit hitta hann beint áðrenn hann fer nýggjan túr við bussinum til Rumenia. Hjúnini Hjørdis og Jóhan hava keypt sær eftirnavn eftir ánni, sum rennur í teirra stykki, Hávarsá. Hjørdis greiðir frá bygdarfelagnum Heimrustir, sum varð stovnað í 2004, og klaksvíkingurin Jóhan er fegin um at vera komin út á Norðoyri at búgva. Hjúnini Anna Evensa Abrahamsen og Arthur Abrahamsen fegnast um náttúruna, tey hava uttan um seg á Norðoyri. Borgarar, ið teimum kommunum, ið hava gjørt íløgur í røktarheim, eiga framvegis fyrsta rætt til búpláss á røktarheimum í kommununi, hóast landið nú er skipað í seks økið, ið hava felags upptøkunevnd til eldrasambýli og ellis og røktarheim. Tað ger landsstýriskvinnan í Almannamálum greitt í svari uppá fyrispurning frá Eyðgunn Samuelsen, tingkvinnu fyri Javnaðarflokkin. Eyðgunn Samuelsen spyr millum annað Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, um hvørji atlit eru tikin til tær kommunur, ið hava gjørt íløgur í røktarheim, í mun til tær kommunur, ið ikki hava raðfest økið í sama mun. Í svarinum sigur landsstýriskvinnan, at tað er beinleiðis ásett í kunngerðini, at borgarar sum eru fastbúgvandi í kommununi, har heimið liggur, hava framíhjárætt til upptøku á røktarheimi ella eldrasambýli í kommununi. Borgarar í teimum kommunum, sum hava gjørt íløgur í røktarheim, hava sostatt framvegis fyrsta rætt til búpláss í kommununi og koma sostatt altíð framum ein borgara í aðrari kommunu, sum ikki hevur gjørt íløgu í røktarheim, sigur landsstýriskvinnan millum annað í svarinum. Tað er lætt at broyta kotur á vevlistum, so at tøl av sýndum síðum tykjast hægri, enn tey í veruleikanum eru. Tað sigur Ingi P. Jacobsen, sum arbeiðir sum forritari hjá Faroe Media. Ingi P. Jacobsen var við til at finna fram til, at brek var í keldukotuni hjá tíðindaportalinum hjá Miðlahúsinum, in.fo. Ingi helt tað vera løgið, at talið av sýndum síðum hjá in.fo var so høgt á vevlistanum. Halgir Winther Nagata, sum eigur og rekur vevlistan.fo, har in.fo er skrásett, sigur í dag við in.fo, at villan er rættað, og at tølini nú vísa veruligu ferðsluna á heimasíðuni in.fo. Ingi P. Jacobsen heldur ikki, at talan er um, at onkur við vilja hevur broytt kotuna í vevlistanum hjá in.fo. Men hann vísir á, at tað er lætt at gera villeiðandi tøl á slíkum vevmátingarlistum. Samráðingarnar millum Maskinmeistarafelagið og Fíggjarmálaráðið um nýggjan sáttmála fyri alment settar maskinmeistarar, eru slitnaðar, og Semingsstovnurin er komin uppí samráðingarnar. Á heimasíðuni skrivar Maskinmeistarfelagið, at høvuðstrupulleikin er spurningurin um arbeiðstíðina umborð á Strandfaraskipum Landsins. Hvílítíðin hjá sjófólki elvir til trupulleikar í samráðingunum millum fakfeløgini og Fíggjarmálaráðið, tí umframt at Semingsstovnurin nú er komin uppí samráðingarnar millum Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið, er Semingstovnurin eisini komin uppí samráðingarnar millum Skipara og Navigatørfelagið og Fíggjarmálaráðið, sum eisini eru ósamd um reglurnar um hvíld hjá sjófólkum. Í fýra sendingum verður sagt frá lívinum hjá Janusi Djurhuus, og roynt verður at lýsa sambandið millum lagnu og skaldskap hansara. Í hesum sendingum verður sagt frá lívi Janusar, og roynt verður at lýsa sambandið millum lagnu og skaldskap hansara. Vit fáa nakað at vita um kvinnurnar í lívi Janusar, um hugsanir hansara um eitt nú samfelagslig og tjóðskaparlig mál, um smeitir og sigrar hansara. Heildarmyndin er sett saman av samrøðum, yrkingum, tónleiki, sangi, brøvum og øðrum skjølum. Sumt av hesum tilfari hevur ikki verið frammi fyrr. Í Brunsj greiðir Tróndur frá síni tónleikaligu bakgrund, frá uppvøkstrinum á Tvøroyri í familju, har øll spæla ymisk ljóðføri, og frá tíðini tá hann læs tónleik í Norra og Íslandi. Eisini verður práta um lokala tónleikalívið á Tvøroyri, og um Tvøroyrar Hornorkestur, sum Tróndur stjórnaði seinastu árini, áðrenn siðbundna orkestri fór í søguna. Í dag býr Tróndur í Havn saman við unnustuni, Lív Næs. Dagliga starvast hann sum tónleikalærari á Venjingarskúlanum í Havn, men í vikuskiftunum ferðast Tróndur sum oftast suður til heimstaðin, har hann er í ferð við at byggja sær eitt nýtt tónleikastudio. Í apríl 1906 kom føroyski fólkatingsmaðurin Jóannes Patursson til Føroya við einum tilboði, sum hann legði fyri løgtingið. Tilboðið vildi í høvuðsheitum havt við sær, at løgtingið fekk ábyrgd av nøkrum málsøkjum í Føroyum og afturfyri fekk heimild at krevja skatt inn í Føroyum. Tað stóðst politiskt rumbul av tilboðnum. Mótstøðumenn Jóannes Paturssonar í løgtinginum sáddu iva um heimild hansara at leggja tilboðið fyri løgtingið, sum 20. mai 1906 sendi skriv til løgmálaráðharran, Peter Adler Alberti, ið hevði ábyrgdina av føroyskum viðurskiftum, har spurt varð eftir heimildini hjá Jóannesi Patursson. Hóast játtandi svar kom frá Alberti 1. juni 1906, so vístu føroyska veljarafjøldin og løgtingið tilboðnum frá sær. Í 1908 noyddist Alberti at leggja frá sær orsakað av fíggjarsviki og skjalafalsan. Hann varð dømdur og fekk átta ára fongsulsrevsing. Síðan hevur tilboðið verið knýtt at viðurskiftum kring ein meira ivasaman leiklut hjá Alberti og nakrir spurningar um upprunan til og innihaldið í tilboðnum hava verið óloystir í føroyskari søgugransking. Í hesum fyrilestri verður tann fyrri spurningurin, sum snýr seg um upprunan til tilboðið, umrøddur. Herviliga heilasjúkan hjá seyði, ridluskriði, ger aftur um seg her heima og hóttir seyðahaldið hjá bøndrunum. Magnus Svarthamar, bóndi á Skælingi, hevur seinasta árið mist millum 40 og 60 seyðir orsakað av ridluskriða. Í dag hoyra vit 3.part um tey í Mórugøtu 8. Nú er Kenneth í einari torførari støðu, hann er biðin at syngja saman við einum íslendskum symfoniorkestri. Starvsmannafelagið mótmælir nú ætlanini hjá Búnaðarstovuni, at siga trimum starvsfólkum úr starvi og niðurleggja nakrar tænastur, uttan greitt at vísa á hvussu uppgávurnar skulu loysast í framtíðini. Ætlanin fyrikemur óumhugsað, og er merkt av so stórari óvissu, at tað er óðamannaverk at fremja uppsøgnirnar á verandi grundarlagi, sigur Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum í viðmerking. Selma Ellingsgaard sigur, at uppsagnirnar eru merktar av panikki, og Starvsmannafelagið átalar, at uppsagnirnar av hesum kjarnufunktiónum verða framdar áðrenn løgtingið yvirhøvur hevur tikið støðu til fíggjarlógina fyri 2014. Starvsmannafelagið heitir tí á Búnaðarstovuna um í minsta lagi at útseta uppsagnartilgongdina til greiða er fingin á hvussu tænasturnar skulu skipast í framtíðini. Útlitini fyri onkrum slagi av semju hava ikki verið so góð sum nú, strandarlondini fyrrapartin fara undir eina roynd at fáa semju um makrelkvotuna fyri 2014. Føroyar halda fast um 15 prosent, um Føroyar sleppa at fiska hjá øðrum, ella 23 prosent sum í ár, um føroyingar skulu fiska allan sín makrel í føroyskum sjógvi. Hóast ES fær færri prosent fyri at Føroyar og Ísland kunnu fáa fleiri prosent, ger stóra tonsatalið, at ES fær fleiri tons enn í ár. Sambært uppskotinum hjá ES og Íslandi verður føroyska kvotan næsta ár 107.000 tons, 19.000 tons minni enn hon er í ár við 23 prosentum. Síðani eru ófráboðaðir fyrispurningar á skránni, áðrenn Annika Olsen og Bjørn Kalsø, landsstýrisfólk, fara at svara tveimum skrivligum fyrispurningum. Seinastu málini eru tvey uppskot til samtyktar, annað er um rættindi at arbeiða fulla tíð, og hitt er um at eftirmeta og endurskoða yrkisútbúgvingarnar. Tá tunlarnir vórðu bygdir, Vágatunnilin í 2002 og Norðoyatunnilin í 2006, varð ein tilbúgvingarætlan gjørd fyri tunlarnar, og ábyrgdin varð býtt ímillum ymsar partar. Tað eru javnan smærri venjingar í tunlunum, sum sløkkiliðini sjálvi skipa fyri, og 5. hvørt ár liggur so í ætlanini at hava eina stórvenjing, sum hana í gjárkvøldið, skrivar stjórin, Uni Danielsen í tíðindaskrivi. Tá vit skipa fyri eini venjing, vilja vit royna tey viðurskiftini, sum kunnu bjarga menniskjalívum og minka sum mest um skaðarnar. Venjingin í gjárkvøldið, gekk út uppá at 2 akfør høvdu rent saman niðri á botninum í tunlinum, og ein bilur hevði rent á við tunnilsmunnan Leirvíksmegin. Fleiri fólk vóðru skadd. Komandi dagarnar verður venjingin eftirmett og sammett við tilbúgvingarætlanina, og er tørvur at gera tillagingar, verða hesar gjørdar. Venjingin gekk væl, og vit kunnu fegnast um, at vit hava sløkkilið, sjúkraflutningstænastu, løgreglu og mong onnur, sum eru skjót á skaðastaðnum og loysa uppgávurnar væl, tá óhapp henda, sigur Uni Danielsen í tíðindaskrivinum. Tað er eitt av tilmælunum, sum ein arbeiðsbólkur við embætisfólki í Almannamálaráðnum hevur latið landsstýriskvinnuni í almannamálum, Anniku Olsen. Tilmælið verður hildið tætt inn at kroppinum í løtuni, men landsstýriskvinnan hevur kunnað landsstýrið um uppskotið og er í løtuni í ferð við at kunna samgonguna um tað. Ein onnur grundleggjandi broyting, sum nýggja tilmælið leggur upp til, er at mótrokna í grundupphæddini hjá fólkapensjónistunum, um teir hava aðra stóra pensjón ella inntøkur. Higartil hevur tað verið soleiðis, at grundupphæddin í fólkapensjónini hevur verið friðað, tá tað kemur til mótrokning, men soleiðis verður ikki longur. Broytingin á pensjónsøkinum fer sum skilst heldur ikki at raka samhaldsfasta. tað vil siga, at møguligar aðrar pensjónir ella inntøkur verða ikki mótroknaðir í upphæddini, sum fólkapensjónistar fáa frá samhaldsfasta. Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, vil ikki gera viðmerkingar til málið, men hon váttar tó, at hon hevur fingið eitt tilmæli um pensjónir frá einum embætisbólki. Hon sigur, at í løtuni kunnar hon samgonguna um tilmælið og ætlanin er eisini at kunna politiska fylgibólkin, sum á sinni varð settur at fylgja við pensjónsnýskipanini. Ein lurtari undrast á blandið sum er komið í, tá um starvsheiti ræður. Rein kvinnustørv vera umrødd í kallkyni viðhvørt og aðratíðir í kvennkyni. Eru ongar málsligar reglur, spyr ein lurtari. til at svara hesum lurtaranum var Bergljót av Skarði í útvarpsstovuni. Her er spurningurin Nøkur starvsheiti eru blivin trupul hesi seinastu árini, tí næstan rein kvinnustørv bendast sum kallkyn til dømis sjúkrarøktarfrøðingur, heilsufrøðingur, námsfrøðingur, pedagogur osfr. Hóast hesi starvsheitini er kallkyn fara tey ofta yvir í kvennkyn til dømis og eg siteri úr tíðindunum forkvinnan hjá sjúkrarrøktarfrøðingunum sigur, at TÆR fara ikki at slaka í lønarkrøvunum. Her er veruligt bland komið í. Hvat er til ráða at taka og hvat heldur málserfrøðingurin e.s. Tá eg var ungur var ein sjúkrarøktarfrøðingur ein sjúkrasystir tað visti man hvat var og hvat er galið við tí starvsheitinum Tosað verður við Hera Joensen, oddamann í Týr, um nýggju útgávuna Valkyrja, hvíi bólkurin er farin at gera endurútgávur og hvønn týdning plátufelagið Metal Blade Records hevur fyri Týr. Eisini greiðir Arni Zachariassen, leiðari í ungdómshúsinum á Toftum, frá hví skipað verður fyri konsert við Týr. Vit hava ikki sett órímilig krøv. Og vit vilja ikki brúka orku uppá at billa limunum inn, at tað ber til at fáa annað og meiri enn hini feløgini hava fingið, tá vit hugsa um politisku raðfestingarnar, og um, hvussu hugburðurin hjá landsins leiðslu er, sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum. Um Mentamálaráðið var virknari í samráðingunum, so høvdu samráðingarnar verið eitt gylt høvi at fingið semju um dagføringar og ábøtur í fólkaskúlanum, eisini ábøtur, sum tað als ikki er rímiligt at krevja skulu gjaldast av lønarkarminum hjá lærarunum, sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum, við Skúlablaðið. Umframt tvey ára sáttmála verður avtalan um starvsvenjing, sum hevur verið galdandi síðan 2005, endurskoðað og undirskrivað av nýggjum. Jón Pauli Olsen, landsliðsvenjari, hevur úttikið hesar leikararnar til dystin, sum verður á Gamla Ullevi í Gøteborg tann 31.oktober Sunda kommuna hevur onnur pláss til vinnuna at byggja á. So býráðið fer at broyta byggisamtyktina fyri økið sunnan fyri hvalastøðina við Áir, so økið kann gerast partur av upplivingardeplinum har. Útvarpið kundi í gjár avdúka, at Almannamálaráðið hevur ætlanir um at broyta pensjónsskipanina, men tá vildi landsstýriskvinnan ikki viðmerkja tíðindini, tí at talan er um eitt mál, ið enn er á fyrireikingarstigi. Í dag játtaði hon so ætlanina, tá hon í løgtinginum varð spurd um ætlanina. Ófráboðaðir spurningar vóru á skránni í dag, og Henrik Old, tingmaður, spurdi júst um ætlanirnar um at hækka pensjónsaldurin. Í londunum kring okkum er ST konvensjónin móti korrupsjón sett í gildi, men tað er hon ikki í Føroyum. Vit skifta orð við løgfrøðing og búskaparfrøðing um evnið og spyrja, hvat skal til fyri at fyribyrgja korrupsjón í Føroyum. Føroya Symfoniorkestur fyllir 30 ár í ár, men framtíðin hjá føðingardagsbarninum sær ikki bjørt út, tí fíggjarliga orkan er ov lítil. Stjórin í orkestrinum greiðir frá støðuni í dag, og landsstýrismaðurin í mentamálum svarar spurningum. Hvussu høga løn fær løgmaður Hvussu verður við eftirlønini Og hví skulu løgmaður og landsstýrisfólkini upp í løn Forkvinnan í arbeiðsbólkinum, sum hevur gjørt álitið um lønarviðurskiftini greinar nøkur av tilmælunum. Fólk, sum hava verið innløgd fyri sálarsjúku, hava leingi sóknast eftir hjálp til at koma aftur á arbeiðsmarknaðin. Í løtuni verður arbeitt við at stovna eitt Fountainhús fyri sálarsjúk. Men hvat er eitt fountainhús, og hvørji eru útlitini fyri, at húsið kemur. Tað kostar arbeiðsleysum dýrt at átaka sær fyrifallandi arbeiði í ov langa tíð hjá sama arbeiðsgevara. Arbeiðsloysisskipanin er fyri fulltíðararbeiðsleys, men kann skipanin broytast Formaðurin í ALS kemur við sínum sjónarmiðum. Grækaris Djurhuus Magnussen, Karolina Thostrup og Solby Christiansdóttir leggja tilrættis. Ongin møguleiki verður útihýstur, segði Jørgin Niclasen, landstýrismaður í løgtinginum í dag, tá hann svaraði ófráboðanum fyrispurningi frá Helga Abrahansen, tingmanni fyri Sambandsflokkin. Tingfólk vildu vita, um privata ætlanin er slept, men tað er hon ikki, gjørdi landsstýrismaðurin greitt, og eingin møguleiki er útihýstur, segði Jørgin Niclasen. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í Fiskivinnumálum hevði mánadagin telefonfund við Mariu Damanaki, fiskivinnukommiser hjá ES, um makrelin. Tað segði landsstýrismaðurin í svari uppá munnligan fyrispurning frá Jenisi av Rana, formanni í Miðflokkinum, sum spurdi um makrelsamráðingarnar. Jørgen Niclassen, Landsstýrismaður í Fíggjarmálum, ætlar at bjóða út at hita upp almennir bygningar í Føroyum við varandi orkukeldum. Og tað verður helst gjørt á nýggja keypsportalinum Jørgen Nicalsen metir, at útbjóðing kann geva lægst møguliga prísin. Málið er, at tað skal verða bíligari at hita bygningarnar við varandi orkukeldum enn við olju. Samstundis er tað eisini ein meira umhvørvisvinarlig loysn, sigur Jørgen Niclasen Í hesi sendingini verður sagt frá samanbrestinum millum Janus Djurhuus og danska sakføraran Helge Simons í teimum ringu tíðunum seint í tjúgunum. Janus verður dømdur og fer til Danmarkar. Í tríatiárunum vitjar hann belgiska kleystrið Averbode og fer eina miðalhavsferð. Í Reiðrinum hesa ferð hoyra vit, hví Uni Holm Johannesen 23 og Gunnhild Hansen 21 valdu Føroyar fram um sum lestrarland. Sóley Danielsen, útbúgvin sjónleikari og leikstjóri, er vangamynd, og Budam, SAKARIS og Jón Aldará Hamferð spæla hvør sítt cover av teirra yndisløgum. Landsstýrismálanevndin kannar, um Kári. P. Højgaard hevur framt brot á lógina um ábyrgd landsstýrismanna, tá hann svaraði fyrispurningi frá Høgna Hoydal og Aksel Johannesen, um Skálafjarðatunniln, men ikki tók upplýsingar frá Landsverki við. Nevndin kannar eisini, um Kári P. Højgaard fór út um sínar heimildir, tá hann gjørdi eina break fee avtalu við privata felagið CIP uppá eina millión krónur, um sáttmálin um Skálafjarðatunnlin ikki varð undirskrivaður innan fyrsta september. Skúlaheimini í Havn eru fullsett, men sera fá eru á bíðilista. Tí fer tørvurin á skúlaheimsplássum neyvan at vaksa í fyrsta umfari. Men áðrenn tað hendi, stóð bæði Fróðskaparsetrinum og Skúlanum í Hoydølum í boði at taka við skúlaheiminum í Børkugøtu. Hvørgin tók av. Áðrenn nøkur avgerð verður tikin um at broyta skúlaheimini í Havn, verður fyrst kannað, hvør tørvurin er og hvørji krøv, bústaðir hjá lesandi skulu lúka, sigur landsstýrismaðurin í svari sínum. Tað hevði klætt Fótbóltssambandinum at givið landsliðskvinnunum sama endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku sum menninir, tá landsliðini eru uttanlands. Felagið Vitorka, sum longu í apríl í fjør sendi inn tilboð um at hita ein part av almennu bygningunum í Havnini við vindorku, má bíða til almenna útbjóðingarumfarið. Tað heldur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum. Stjórin í Vitorka, Magni Laksáfoss, harmast um útmeldingina. Nakað eftir at Janus Djurhuus er heimkomin til Føroya, fær hann starvsrætt sín aftur. Seinast í sendingini verður ein niðurstøða gjørd um lyndi og týdning Janusar. Ólavur Groth hevur hæddarræðslu og vil fegin sleppa av við hetta. Góðan Morgun Føroyar hevur sett seg í samband við Jegvan Bæk, sálarfrøðing, sum skal hjálpa Ólavi. Teir vóru í Góðan Morgun Føroyar og greiddu frá hvussu kenslan kennist, og hvat er at gera. Klokkan tíggju fór nevndin í Lærarafelagnum á fund, millum annað fyri at taka støðu til uppskotið um nýggjan sáttmála við Fíggjarmálaráðið. Tekur nevndin í Lærarafelagnum undir við uppskotinum um sáttmála, verður sáttmálin undirskrivaður í næstu viku, sigur formaður felagsins. Formaðurin í Lærarafelagnum, Herálvur Jacobsen, saknar ein virknari lut hjá Mentamálaráðið í samráðingunum, so til ber at gera dagføringar og ábøtur í fólkaskúlanum, uttan at tað skal takast av lønarkarminum hjá lærarunum. Í gjár varð roknskapurin fyri triðja ársfjórðing lagdur fram í Oslo, og her kundi Alf Helge Aarskog, aðalstjóri, upplýsa, at fyritøkan vann 20,58 krónur fyri hvørt kilo av laksi, sum verður framleitt í Føroyum. Tá Dimmalætting varð send í skiftisrættin 20. september í ár, høvdu starvsfólkini ikki fingið løn, frítíðarløn og eftirløn í meira enn ein mánað, og nøkur starvsfólk høvdu ikki fingið eftirløn seinasta árið. Og hóast starvsfólkini á Dimmalætting fingu alla lønina, sum tey høvdu til góðar, so er Trygdargrunnurin ikki ein trygd fyri, at tú fært alla lønina sum tú eigur til góðar, um títt arbeiðspláss fer á heysin. Semingsstovnurin tosar framvegis við Fíggjarmálaráðið og Skipara og Navigatørfelagið og Maskinmeistarfelagið, eftir at samráðingarnar millum partarnar slitnaðu. Tað var fríggjadagin, at semingsstovnurin varð boðsendur at koma uppí samráðingarnar millum Fíggjarmálaráðið og Skipara og Navigatørfelagið, og týsdagin slitnaðu samráðingarnar millum Maskimeistarafelagið og Fíggjarmálaráðið. Føroyska farmasøgan verður fyri fyrstu ferð lýst í áhugaverdari bók, sum júst er útkomin. Tað er er Heðin Samuelsen, sum hevur skrivað søguna um almenna farmiskipið Oyrnafjall, sum sigldi á heimshøvunum í 40 39 utum og 50 39 unum. Heðin Samuelsen var í útvarpsstovuni í morgun. Soleiðis sigur ein keddur, einsamallur og illur pápi um sítt parlag, aftaná tey hava fingið eitt barn. Fleiri ára royndir og kanningar góvu teimum endiliga teirra dreymabarn, men ta stríðið førdi eitt nýtt stríð við sær. Heidi Zachariassen, ljósmóðir, og Turið Horn, parráðgevi og psykoterapeutur, svara hesum manni. Eisini svara Heidi og Turið eini kvinnu, sum hevur mist kynsliga hugin, eftir at hon varð við barn. Niðurstøðan hjá landsstýrismálanevndini í málinum um hvørt Kári P. Højgaard hevur brotið lógina um ábyrgd landsstýrisins og um hann fór út um sínar heimildir, útsett til í morgin, tí limirnir skulu heim at hugsa seg um. Onnur er frá einum privatpersóni um vantandi innlit í málið um Skálafjarðatunnlin, og hin kæran er frá Høgna Hoydal, løgtingslimi, um embætisførslu og fyristing løgmans í samband við málið um Skálafjarðatunnilin. Árni Gregersen, fyrrverandi blaðstjóri á Dimmalætting, er blaðstjóri á Vinnuvitan, og hann váttar, at næste eintak av tíðarritinum kemur út í november. Hóast at tíðarritið Vinnuvitan seinastu tvey árini ikki hevur verið partur av partafelagnum Dimmalætting, eru tað tíðindafólk á Dimmalætting, sum hava skrivað greinarnar til Vinnuvitan. Á Vísindavøkuni 2013 vístu stovnar og granskarar á, hvussu man granskar, og hvat tey granska í. Vit vóru við á Vísindavøkuni og vitjaðu basarnar, og eisini hava vit vitjað tríggjar granskarar og hugt at, hvussu og hvat tey granska. Klaksvíkar kommuna hevur verið virkin í norðurlendska samstarvinum Nordisk Platform, sum er vinabýaravtala frá 1995 millum hesar býirnar. Nýggja avtalan heldur fast við lutirnar úr gomlu avtaluni so sum mentan, vinnulív, skúla og annað, men fevnir nú eisini um vælferðarsamfelagið, umhvørvi, íverksetan og jobwatching, sum er at vitja og starvast hjá hvør øðrum. Í greinini, sum snýr seg um samkynd í Føroyum, verður Jenis av Rana endurgivin fyri at koma við so bersøgnum útsagnum um samkynd, at LGBT í Føroyum hótti við at melda hann til politiið fyri brot á 266b. Í greinini, sum Anne Marie Mohr hevur skrivað, verður miðflokkatingmaðurin endurgivin fyri nærmast at javnmeta tað at vera samkyndur við at liva eitt lív í millum annað drukk, misnýtslu og sjálvmorði. Tað byggir hann, sambært greinini, á hagtøl. Men útsagnirnar, sum Jenis av Rana er endurgivin fyri at siga í Information samsvara ikki heilt við útsagnirnar, sum Jenis av Rana í veruleikanum hevur sagt. Hagtøl, ið siga frá lívsdygd teirra, ið liva sum homoseksuel, eru bæði ræðandi og syrgilig. Lív teirra, ið av Skaparanum var ætlað trygt og friðfult saman við Honum, ber eftir sær eina slóð av vónloysi, uppgevan og misbrúki. Sammett við tey, ið liva lív sítt sambært náttúruni, er bæði misnýtslan av rúsdrekka, rúsandi evnum og sjálvmorðsroyndir í hesum bólki tvífaldað. Vónloysi sermerkir hesi tøl, og tað av góðum grundum, tað kann ikki vera øðrvísi, tá tú livir eitt lív, ið tú ikki er skaptur at liva. Dentur skal verða lagdur á, at hesi tøl eru frá umhvørvum, har fult út verður góðtikið at liva móti náttúruni. Um liviumstøðurnar í hesum umhvørvum verður sagt, at tær eru merktar av einsemi, skilnaði, vónloysi, kynismu, sjálvgóðsku, slatri, sexfokuseran, baktali, lokabrøgdum, isolatión og eyðmýkjan. quot Blaðkvinnan, sum hevur skrivað greinina um føroysk samkynd í blaðnum Information, vil ikki hava sitandi á sær, at hon hevur endurgivið Jenis av Rana av skeivt. Av tí at eg sjálvandi ikki kann endurgeva so nógv í eini stuttari blaðgrein, so samanskrivaði eg høvuðsboðskapirnar og sendi teir til Jenis av Rana til góðkenningar 10 oktober, tað vil siga fyri 14 døgum síðani. Hann svaraði ongantíð, og tí gekk eg út frá, at hann var samdur í mínari tulking av hansara boðskapi, sigur Anne Marie Mohr Nielsen, blaðkvinna Í fyrilestrinum hevur Jógvan í Lon Jacobsen eina viðgerð av málvariatión í føroyskum gerandismáli úr einum samfelagsmálvísindaligum sjónarhorni. Eitt høvuðshugtak er systematiskt synonymi , sum merkir, at nýtslan av samheitum synonymum er treytað av ytri sosialum viðurskiftum í samrøðustøðuni. Tað verður gjørt við teirri grundgeving, at Føroyar ikki kunnu fáa limaskap í millumtjóða felagsskapum sum EFTA og Norðurlandaráðnum, og ikki kunnu kæra ES tiltøkini. Góðan morgun Føroyar, Dagur amp vika, Brunsj, Kyn og kenslur, In mente og 3 2, umframt 75 aðrar útvarps og sjónvarpssendingar kunnu nú takast niður í tín teldil og snildfon. Tænastan nevnist Podcast. Í stuttum merkir tænastan, at tú nú kanst taka niður flestu sendingarnar hjá Kringvarpinum, og hyggja ella lurta, tá tú hevur hug ella stundir. Tekur tú niður sendingarnar í tin teldil ella snildfon, nýtist tær ikki at hava internetsamband, tá tú skalt hyggja ella lurta eftir sendingunum. Tú kanst tekna hald upp á tær sendingar, ið hava áhuga tín. Á hendan hátt nýtist tær ikki at fylgja við, nær ein nýggj sending er komin, tí tú fært eina fráboðan. Teknar tú til dømis hald upp á Dag amp viku, fært tú eina sjálvvirkandi fráboðan á tín teldil ella snildfon, ið boðar frá, at ein nýggj sending, sum tú hevur teknað hald upp á, er tøk. Flestu teldlarnir og snildfonirnar kunnu eisini setast upp soleiðis, at nýggjar sendingar, tú hevur teknað hald upp á, sjálvvirkandi verða tiknar niður á tína eind. Hevur tú eina snildfon ella ein teldil frá til dømis Samsung ella HTC, brúkar eindin sonevndu Android stýriskipanina sum høvuðsforrit. Fyri at kunna brúka Podcast tænastuna nýtist tær ein sonevndan Podcast lesara. Tað vil siga eina appu, ið heldur eyga við, nær nýggjar sendingar eru tøkar. Tak niður ein sonevndan Podcast lesara til Android á slóðini her Android Podcast Apps on Google Play Store . Leita eftir Kringvarp í lesaranum, ella tekna hald í yvirlitinum her kvf.fo Podcast . Allir teldlar og snildfonir hjá Apple kunnu setast upp til at brúka Podcast. Tú kanst annaðhvørt velja at lurta ella hyggja uttan at taka niður sendingarnar, ella tú kanst taka niður sendingarnar. Brúka forritið Podcasts í iPad teldlunum ella iPhone snildfonunum. Leita eftir Kringvarp við leitifunkuni í appuni fyri at síggja tann fullfíggjaða listan við sendingum hjá Kringvarpinum. Brúkar tú iTunes á telduni, vel iTunes Store, vel Podcasts og leita síðani eftir Kringvarp. Brúkar tú Apple TV, vel Podcasts og leita síðani eftir Kringvarp. Í sendingini greiðir hon millum annað frá síni bakgrund, síni útbúgvingini og teimum krøvum, ið vórða sett til næmimngarnar á skúlanum. Sum dømi er kravda uppihaldstíðin í Etiopia, har meginparturin av føroysku børnunum verða ættleidd, hækkað úr einari viku upp í 4 5 vikur. Men av tí at barsilsfarloyvi ikki er gjørligt, fyrr enn barnið er móttikið, mugu flestu foreldur taka sær frí uttan løn ella barsilspening til uppihaldið. Ættleiðingarfelagið vísir á, at í eitt nú Danmark fáa ættleiðingarforeldur farloyvi upp til fýra vikur áðrenn móttøku av ættleiddum barni, og tey hava eisini møguleika at leingja tað við 4 vikum afturat, um viðurskifti krevja longri uppihald í gevaralandinum. Eingi tøl vóru á borðinum og ongar kvotur, heldur ikki heildarkvotan, eru ásettar enn, nú strandarlondini hava havt samráðingar í tveir dagar um makrel í London. Málbólkurin í hesum átaki eru føroyingar í aldursbókinum 15 24 ár. Filmarnir eru í fyrstu atløgu gjørdir til ungar menn. Harumframt til javngamlar kvinnur, sum ávirka teir og mótmæla, um teir ætla at koyra. Filmarnir eru at síggja á YouTube, á heimasíðuni hjá Ráðnum Fyri Ferðslutrygd og í Havnar Bio. Eg havi fingið tvær ferðir 10.000 krónur í løn. Eigi eg at boða arbeiðsgevaranum frá, spyr ein lurtari. Tveir pápar hava tógvið stríð við at sleppa at síggja síni børn frá øðrum parløgum, tí mammurnar eru truplar at samstarva við. Lurtari vil hava gestirnar í Also at viðgera hetta evnið. Tvær bygdir, ein skúli, men tvey fótbóltslið, har kappingin er sera hørð, og foreldrini ikki duga at sýna høviskan atburð. Ein lurtari spyr, hvat er at gera við eina tílíka støðu, meðan ein pápi spyr, hvussu seint 14 ára gamli sonurin eigur at sleppa at vera úti. Kuttakarar í Oasubrøðum í morgun vóru Tórbjørn Láadal, Steindor Hjaltalin, Sofus Joensen og gestatónleikari var Pauli Jacobsen á harmoniku Í stuttum merkir Podcast tænastan, at tú nú kanst taka niður flestu sendingarnar hjá Kringvarpinum, og hyggja ella lurta, tá tú hevur hug ella stundir. Bjarni Mohr, webredaktørur á kvf.fo, var í morgun á gátt hjá morgunsendingini og greiddi frá um víðkaðu tænastuna til fólk, sum brúka talgilda miðlapallin, Podcast. Tað er torført at finna fleiri sparingar og rasjonaliseringar í fíggjarlógini fyri næsta ár. Tað siga nevndirnar hjá løgtinginum, nú tær hava svarað Fíggjarnevndini, hvør um sítt málsøki. Tá meirilutanum í landsstýrismálanevndini í næstum handar løgtingsformanninum tilmæli um at seta kanningarstjóra at kanna politisku handfaringina av tunnilsmálum, so hevur Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður einki annað val enn at akta. Í stýriskipanarlógini grein 38, stykki tvey stendur, at 39 hevur nevndin hevur illgruna um, at óregluliga hevur verið atborið, kann hon krevja, at løgtingsformaðurin setur ein kanningarstjóra 39 Landsstýrismálanevndin megnaði ikki at koma við einari felags niðurstøðu, men meirlutin, Sirið Steenberg og Eivind Jacobsen, mælir til at seta ein kanningarstjóra. Jóan Magnus Rasmussen, triði limurin í landsstýrismálanevnini, er ikki samdur við hinum báðum nevndarlimunum um at seta kanningarstjóra. Tað er óneyðugt at seta ein kanningarstjóra, landsstýrismálanevndin kann sjálv koma við einari niðurstøðu í málinum um Skálafjarðatunnilin, heldur Jóan Magnus Rasmussen. Í sendingini verður í stóran mun prátað um mat og føroyska matmentan, og so sjálvandi um vælumtóktu sjónvarpssendingina Spískamarið, sum Gutti Winther og Pætur Marjunarson Dahl hava ment í felag. Harumframt greiðir Gutti frá síni bakgrund sum millum annað kokkur og sjónleikari, frá síni útbúgving, og mongu øðrum lívsroyndum. Spurningurin er ikki um politiska støðu, men um tað, sum er farið fram, er rætt ella skeivt. Tað sigur Eivin Jacobsen, limur í landsstýris málanevndini um avgerð sína at taka undir við at seta ein kanningar stjóra at kanna málið um Skálafjarðartunnilin. Fríggjakvøldið hevði fremsti føroyski rokkbólkurin, Týr, útgávukonsert í Løkshøll. Hetta er nakað serligt fyri limirnar í bólkinum, tí at tað var júst í Runavíkar skúla, at rokkstjørnu dreymurin hjá teimum trimum varð kveiktur fyri meira enn 20 árum síðan. Gestur í Dansi val er Helga Hilmarsdóttir í Dali. Barnaheimið hjá Helgu er beint yvirav dansistovuni, Eiriksgarður, sum dalbingar bygdu fyrst í sjeytiárunum. Helga, sum er formaður í Stígum Fast, lærdi sostatt dansin frá barnsbeini av. Í dag hoyra vit 9.part av bókini MIo mín Mio. Astrid Lindgren skrivaði og Elin Súsanna Jacobsen týddi til føroyskt. Margreta Næss lesur Bókmentafrøðingurin Turið Sigurðardóttir verður nú gestur í Meg minnist. Hon er professari á Fróðskaparsetri Føroya og hevur í heyst fingið mentanarheiðursløn M.A.Jacobsens. Í barnaheiminum vórðu tey hildin til at lesa og skriva. Tí hevur Turið altíð havt áhuga fyri máli og bókmentum. Eftir studentsprógv í Havn las hon bæði mál og bókmentir í Íslandi og Danmark. Loksins valdi hon bókmentirnar og skrivaði høvuðsuppgávu um føroysku fosturlandssangirnar. Turið Sigurðardóttir dámar at undirvísa og skriva um bókmentir og var í lestrartíðini í ritstjórnini fyri mentanartíðarritið BRÁ. Í dag fara Høgni Joensen, skúlastjóri í skúlanum við Løgmannabreyt og Oddvá Nattestad, sum arbeiðir í bókasanvinum í skúlanum á Løgmannabreyt, at greiða frá. Løgmaður sigur í svarinum, at 5.september sendi Rune Bro Róin í CIP teldupost til Rúna Joensen, táverandi aðalstjóra í Innlendismálaráðnum, har hann segði, at CIP er til reiðar at útseta gjaldsfreistina, til politiska viðgerðin av málinum er endað. Í svari til Høgna Hoydal, løgtingsmann, sum eisini spurdi løgmann um milliónia, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, at landsstýrið hevur skyldu til at gjalda, verður milliónin kravd. Í síni frágreiðing um tunnilsmálið sigur Sjúrður Rasmussen, løgfrøðingur á Løgmansskrivstovuni, at slík avtala er hvørki ólóglig ella óvanlig. Løgmaður veit ikki um aðrar break fee avtalur í Føroyum, og hann fer heldur ikki at kanna aðrar slíkar avtalur, sigur hann í svarinum. Pensjónsnýskipanin kemur í gildi á nýggjárinum. Og Fíggjarmálaráðið leggur nú síðstu hond á stóru broytingina á føroyska pensjónsøkinum. Orsøkin er umsitingarkostnaðurin, sum verður størri enn eftirlønargjaldið, tá tey 40 prosentini í eftirlønarskatti eru farin burturav. Minstamarkið endar á 200 krónur í 2028. Hoyringarfreistin, nú fýra lógir og sjey kunngerðir eru sendar til hoyringar, er til hálvan november. Bjarni Djurholm, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, er ikki nøgdur við arbeiðslagið hjá Málráðnum, og hevur sett Bjørn Kalsø, landsstýrismann í mentamálum, skrivligan fyrispurning. Bjarni Djurholm spyr, um landsstýrismaðurin hevur fatan av, at Málráðið kann fáa eyðmerking at vera losjukent, verður viljin hjá landsstýrismanninum og løgtinginum ikki fylgdur. Bjarni Djurholm vísir á, at á fyrsta fundinum í Málráðnum 8. januar í ár segði Bjørn Kalsø, at tað er av stórum týdningi, at fólkið kennir seg aftur í málinum. Boðini frá landsstýrismanninum vóru greið. Arbeiðslagið hjá Málráðnum skal endurspegla málsliga huglagið millum manna, og málsligur seráhugi eigur ikki at hava framíhjárætt, sigur Bjarni Djurholm í viðmerkingunum til fyrispurningin. Á Løgmansskrivstovuni fara tey fyrsta dagin at gera av, nær rætta løtan er at kæra handilsstongsulin hjá ES til WTO, heimshandilsfelagsskapin. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, hevur ráðført seg við Uttanlandsnevndina og Fíggjarnevndina hjá løgtinginum um ætlanina hjá landsstýrinum at kæra ES til WTO. Gunnar Holm Jacobsen, deildarstjóri í Uttanríkistænastuni á Løgmansskrivstovuni, sigur, at í hesari vikuni verður avgjørt, nær rætta løtan er at senda kæruna. ES hevur tilnevnt eysturríkaran Gerhard Hafner, professara í altjóða rætti, og Føroyar hava fingið kilska professaran, Francisco Orrego Vicuna, sum gerðarrættardómara. Tað sigur Eivin Jacobsen, limur í landsstýris málanevndini um avgerð sína at taka undir við at seta ein kanningar stjóra at kanna málið um Skálafjarðartunnilin. Fólk, sum fáa allan arvastrongin lisnan av FarGen ella øðrum eru ikki nóg væl vard. Tað heldur Vísindasiðsemisnevndin, sum hevur tikið óvanliga stigið at senda bræv til Heilsumálaráðið og Dátueftirlitið fyri at gera vart við, at fleiri hol eru í vísindasiðsemislógini. Gunhild Isfeldt, forkvinna í Vísindasiðsemisnervnini er serliga stúrin um, at FarGen við verandi lóg ikki skal spyrja fólk um loyvi, áðrenn teirra arvastrongur verður lisin og goymdur. Sambært Boga Eliasen, verkætlanarleiðara hjá FarGen, hevur ætlanin hjá FarGen alla tíðina verið at spyrja hvønn einstakan um loyvi. FarGen er ikki byrjað skrásetingararbeiðið enn. Leitað verður í løtuni eftir fígging til fyrsta partin, sum er at lesa arvastrongin hjá 1000 føroyingum. Theodor hevur verið sjómaður alt lívið, og hann róði út líka til hann var 99 ára gamal, tá sjónin bilaði so mikið, at hann ikki fekk róð út meira. Fyri 26 árum síðani misti Theodor konuna. Tey fingu 10 børn, fimm dreingir og fimm gentur. Theodor búði einsamallur til hann fylti 100 ár. Síðani tá hevur hann búð hjá dótrini Elisu, har hann enn býr. Hotel Føroyar varð í gjárkvøldið kosið at vera besta stað í ríkinum at gista og eta Virðislønin, Hotel Føroyar fekk, eitur rets Bo amp Spis 2013 virðislønin. Kenda danska matstovan Geranium var kosin besta matstova í Danmark í ár. Fimm matstovur kappaðust um hendan heiður ein teirra var Koks á Hotel Føroyum, sum var við í gjárkvøldið, tá vinnarin var avdúkaður. Vit tosaðu viðl Leif Sørensen í morgun. Sirið Stenberg vil eisini hava at vita, um psykiatriska økið fær størri játtan næsta ár, og um virksemið á psykiatriska deplinum verður víðkað. Har eingin økispsykiatri er, verður størri trýst lagt á aðrar skipanir, eitt nú kommunulæknar og heimasjúkrarøktarfrøðingar, sigur Sirið Stenberg. Hon heldur, at ein psykiatrisk skaðastova kundi eisini tikið sær av sálarligari krepputilbúgving og telefonráðgeving, sum sjúklingar og avvarðandi kundu vent sær til. Gesturin hjá okkum í morgun er Kjartan Hansen, sum saman við øðrum skipar fyri nøkrum øðrvísi kvøldum á fabrikkini hjá Østrøm í allan november mánaða. Endamálið við hesum tiltakinum er, siga fyriskipararnir, at geva øllum eina felags uppliving, sum tølir allar sansir. Vit hittu Kjartan Hansen í morgun. Fleiri kundar halda, at Apple kemur ov týtt við nýggjari vøru, men er tað so . Høgni Sloan Justesen gevur, í sendingini Góðan Morgun Føroyar, sína meting av hesum. Barna og juniorarbeiðið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini hevur fingið nýggjan samleika, og tað merkir, at bæði navn og búmerki er nýtt. Simba ynskir, ígjøgnum sunnudagsskúlan, juniorarbeiðið, barnaringar, barnakór, barna og juniorlegur, at liva visjónina Jesus er besti vinur barnanna. Simba ynskir at læra barnið bæði sjálvt at taka ímóti, og at geva gleðiboðini víðari um Jesus sum heimsins frelsara, heilt út til ytstu endamark á jørðini. Simba ynskir at møta børnunum, har tey eru, og bjóðar ymisk konsept fram, so sum sunnudagsskúlar, juniorbólkar, tannáringavikuskifti og legur. Spurningur er komin frá lurtara, sum er firtin um, at grannin kyndir við skitnum viði, og hetta dálkar illa í grannalagnum. Jákup Egholm Hansen, tekniskur stjóri hjá Tórshavnar kommunu, var í Góðan Morgun Føroyar sendingini og svaraði spurninginum. Eivin Jacobsen hevur brotið semjuna í Sambandsflokkinum um, at flokkurin skuldi ikki taka undir við at seta kanningarstjóra at kanna málið um handfaringina av málinum um Skálafjarðartunnilin. Alfred Olsen, formaður fyri tingmanningina hjá Sambandsflokkinum, undrast á støðuna hjá Eivini Jacobsen í landsstýrismálanevndini. Robert byrjaði sum ungur at syngja tættir. Hann hevur sungið tættir alment líka frá síðst í sekstiárum fram til í dag. Vit fara millum annað at hoyra Robert tosa um nýggjaárshald í Vági, samarbeiðið við Niels Petur Nolsøe Neptun og mangt annað. Vit hoyra eisini nakrar tættir, ið Robert hevur sungið. Síðani skúlaársbyrjan hava tríggir HF flokkar verið noyddir dagliga at ferðast aftur og fram millum Vinnuháskúlan og Hoydalar fyri egna rokning. Neyðugt er at taka støðu til, hvar fólk skulu avrúsast í framtíðini. Og kanna, um fakligi førleikin hjá verandi viðgerðarstovnum er nóg góður. Trivnaðarnevndin er komin eftir, at neyðugt er, at felagsskapir og smá viðgerðarheim hava viðtøkur, har dentur verður lagdur á fakligu førleikarnar, og at viðgerðirnar hava eina góðskutrygging og gjøgnumskygni fyri at tryggja, at fólk fáa nøktandi viðgerðir. Støða eigur eisini at verða tikin til, hvar avrúsingin, sum í dag er hjá viðgerðarstøðunum, framhaldandi skal vera, so borgarin fær fakliga bestu viðgerðina, skrivar Trivnaðarnevndin í ummæli sínum til Fíggjarnevndina. Fakta er , at løgmaður frammanundan hevði luttikið á einum fundi millum formennirnar í samgonguflokkunum, har Jenis av Rana spurdi eftir viðmerkingunum. Men løgmaður vildi ikki hjálpa Jenisi av Rana við at fáa innlit í viðmerkingarnar. Fakta er , at løgmaður seinni hevur viðgingið, at hann kallaði inn til fundin, har avtalan varð gjørd, og løgmaður hevur alment greitt frá samráðingartilgongdini. Fakta er , at viðmerkingarnar bæði høvdu verið umrøddar á forsíðuni á Sosialinum 9. august, og løgmaður hevði luttikið á einum fundi millum formennirnar fyri samgonguflokkarnar 19. august, har viðmerkingarnar vóru umrøddar. Tað sigur rektarin í Føroya Studenta og HF skeiði um støðuna hjá trimum HF flokkum, sum kæra sína neyð, nú teir húsast tveir kilometrar frá høvuðsbygninginum í Hoydølum. Týsdagin tann 8. oktober varð nýggja fløgan hjá Holgari Jacobsen, Kanska tú svav, givin út á føroyska markanðin. Á fløguni eru 12 sangir, av teimun hevur Holgar skriva ellivu, og Jóan Jakku guttesen gjørt ein tekst. Síðsta lagið er tøkulagið Syneta, ið Bubbe Mortens hevur skrivað. Grundupptøkurnar eru gjørdar í Bloch Studio tann 23. til 25. apríl í ár, og síðan í Finnursa studio við Svalbardsvegin. Finnur Hansen hevur framleitt, tikið upp, miksað og mastrað. Tónleikarar á fløguni eru Tórfríð Tavsen sang og kór, Rógvi á Rógvu trummur, Mikael Blak, bass, Finnur Hansen, tangentar, slagverk, horn og kór, Ólavur Olsen, horn, Holgar Jacobsen, gittarar og sang. Pápin doyði bert 48 ára gamal og ein pápabeiggi gjørdist bert 31 ára gamal. Tí hevði Theodor Thomassen í Sørvági ikki væntað, at hann gjørdist so gamal. Theodor Thomassen er elsti maður nakrantíð í Føroyum, einasti maður eldri enn 100 ár í Føroyum í løtuni, og í danska kongaríkinum telist hann nú millum seks teir elstu menninar. Í samband við, at H.A.Djurhuus hevði 130 ára føðingardag, so er evnisvika í Barnaútvarpinum. Í dag eru vit vesturi í Vágunum. Tey í 6.flokki í skúlanum á Guljanesi, hava gjørt evnisarbeiði, um H.A. Djurhuus. Eivin Jacobsen, løgtingsmaður, heldur seg ikki hava brotið nakra semju í Sambandsflokkinum um, at flokkurin ikki vildi hava kanningarstjóra settan. Formaðurin í tingbólkinum, Alfred Olsen, vísti í tíðinda sendingini á middegi í gjár á, at Sambandsflokkurin ikki vildi skriva undir, tá Høgni Hoydal í Løgtinginum herfyri savnaði inn undirskriftir fyri at fáa kanningarstjóra settan. Tað er tað sum Alfred Olsen vísir á, at Eivin Jacobsen í Landsstýrismálanevndini nú skal hava tikið undir við. Men soleiðis er støðan ikki, sigur Eivin Jacobsen Tað sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti, nú djóralæknar hava funnið slóðir av amøbuni ella bakteriuni , sum elvir til AGD, í alibrúkinum hjá Bakkafrosti í Fuglafirði. Komandi týsdag verður kirkjuráðsval kring landið. Allar kirkjusóknir, har meira enn 500 fólk búgva, skulu nú hava val til kirkjuráðið. Men hvønn týdning hevur kirkjuráðsvalið og hvør er tað sum ræður innan kirkjugátt Andrias Ziska fulltrúi hjá Stiftsstjórnini var í útvarpsstovuni í morgun. Foreldur, sum ættleiða børn, hava nú rætt til barsilsfarloyvi samstundis í fýra vikur innan fyri fyrstu 38 vikurnar eftir at tey hava fingið barnið. Sambært Vinnumálaráðnum er endamálið við lógarbroytingunum at betra barsilsskipanina, so foreldur kunnu vera longur heima í barsilsfarloyvi við barsilspengum. Vinnumálaráðið væntar, at fimm vikur afturat í barsilspengum, tríggjar til mammuna og tvær til pápan, fara at kosta góðar átta milliónir krónur um árið. Hóast Mentamálaráðið longu áðrenn skúlabyrjan varð ávarað um flutningstrupulleikar, um næmingar verða fluttir úr Hoydølum niðan á Vinnuháskúlan undir Krákugjógv, helt Mentamálaráðið fast um avgerðina. Spurningurin er Hví hevur man ikki ein almennan lúsadag, har foreldur og børn greiða i stovnunum Hvat gera starvsfólkini, um tey hava illgruna um, at eitt barn hevur lýs Verður fylgt við at foreldrini hava vaskað og greitt sínum børnum áðrenn tey koma á stovn aftur Er tað so, at um eitt barn, sum hevur lýs, ikki verður greitt, er so arbeiðið sum hini foreldrini hava gjørt, til onga nyttu Beinta Dalbø, námsfrøðingur svarar Serliga er tað tann stóri felags veiðidagurin, sum menn, og í onkrum førum eisini kvinnur, gleða seg til. Síðani fyrsta haran í nýggjari tíð bleiv skotin, í 1998, er hvør veidd hara skrásett við kyni, aldri og vekt og frá 2011 er eisini DNA tikið. Hesi hagtøl hava stórt virði bæði nú og fyri tíð, ið kemur. Havnar Bóltfelag skrivar í dag á heimasíðuni, at hóast Oddbjørn Joensen, gjørdi felagið til føroyameistara, hevur HB ikki ynskt at leingja sáttmálan, sum var galdandi í eitt ár. Vit eru kedd av, at skula staðfesta, at samstarvið ikki heldur fram. Nevndin er komin til hesa støðuna, og tað er við virðing fyri báðum, at vit velja at koma við hesi fráboðan nú, sigur Finnbogi Arge, formaður í HB. Hýruvognsførararnar i Havn vilja hava vakmyndatol i bilin. Datueftirltið, sum er mynduleiki a økinum, vil hava ein goða grundgeving fyri tí. Fakta er , at bæði Landsverk og Innlendismálaráðið hava ført fram, at endurgjaldsavtalan ikki var partur av tilgongdini fyrr enn dagarnar, tá løgmaður kallaði CIP inn til fund. Fakta er , at løgmaður fundaðist einsamallur við CIP bæði 26. og 27. juni. Seinni luttók løgmaður saman við øðrum á einum øðrum fundi við CIP. Sostatt hevur løgmaður verið á minst trimum fundum við CIP. Fakta er , at løgmaður ikki vilda arbeiða fyri, at løgtingslimurin Jenis av Rana fekk innlit í viðmerkingarnar frá deildarstjórunum í IMR um lógaruppskotið um Skálafjarðartunnil. Harumframt hevur løgmaður fleiri ferðir luttikið í orðaskifti á Løgtingið uttan at upplýsa fyri Løgtinginum, at hann fleiri ferðir hevur verið á fundi við CIP einsamallur, og at ein millióna endurgjaldsavtala var gjørd við CIP. Tað megnaðu 49 flokkar, og í lutakasti, sum Pál Weihe frá Fólkaheilsuráðnum skipaði fyri, gjørdist 8. a úr Eysturskúlanum hepni vinnarin. Brek er í løtuni á antennuskipanini á Hestinum í Suðuroy. Tískil kunnu hyggjarar í Sumba hava trupulleikar við at móttaka sjónvarpið við analogum signali. Sjónvarpsnetið kring allar Føroyar skal talgildast. Av tí at tað tekur drúgva tíð at útvega eykalutir, og ætlanin er at skifta til talgilda senditøkni á Hestinum 26. november, verður antennuútgerðin á Hestinum ikki umvæld. Til skift verður til talgilda sendinetið á Hestinum í Suðuroy, kunnu hyggjarar í Sumba annaðhvørt móttaka sjónvarpið talgilt umvegis Televarpið, ella hyggja í netvarpinum her Beinleiðis sjónvarp Fakta er , at Sjúrður Rasmussen var liðugur við frágreiðingina 8. september. Sambært skjalyvirlitinum er onki lagt afturat málinum aftaná 4. september. Og sambært Løgmansstjóranum Marjun Hanusardóttir hevur ongin løgfrøðingur eftirmett frágreiðingina. Eisini verður práta um tíðina tá hon og Jóhan møttust, um tjúgu ára aldursmunin teirra millum, og um orsøkina til, at tey giftust fyri trimum árum síðani. HB formaðurin, Finnbogi Arge, sigur, at HB í fleiri ár hevur verið eftir Heðin Askham, og nú bar til at fáa hann til venjarastarvið. Amøban, sum er funnin í alibrúkinum hjá Bakkafrost í Fuglafirði, verður neyvan eins vandamikil fyri føroysku alivinnuna sum ILA sjúkan á sinni. Fíggjarnevndin mælti í vár landsstýrismanninum í mentamálum til at fyrireika eina skipaða tilgongd, so arbeiðið at varðveita bandasavnið hjá Kringvarpinum kann byrja 1. januar næsta ár. Gunnvør Balle, tingkvinna úr Tjóðveldi, heldur, at ein langtíðarætlan má gerast fyri, hvussu bandasavnið hjá Kringvarpi Føroya verður varðveitt. Semingsstovnurin er farin at ótolnast eftir, at Skipara og Navigatørfelagið, Maskinmeistarafelagið og Fíggjarmálaráðið skulu flyta seg í samráðingunum um ein nýggjan sáttmála. Skipara og Navigatørfelagið vísir á, at á fíggjarlógini í ár hevur Strandferðslan fingið 2,9 milliónr krónur afturat, til útreiðslurnar, sum standast av nýggju hvíldarreglunum. Semingsstovnurin hevur møguleika at útseta arbeiðssteðg í eina viku, men tað er ikki vist, at hesin møguleiki verður nýttur í hesum føri, tí so langt er millum partarnar. Skipara og Navigatørfelagið boðsendi fyrst semingsstovninum, og nakrar dagar seinni avgjørdi Maskinmeistarafelagið eisini at boðsenda semingsstovninum. Í ár eru annars játtaðar 1,1 millión krónur til at reka ognirnar, men landsstýrið hevur mælt til at taka 800.000 krónur av játtanini og brúka tær til annað. Virðið á ognunum hjá verjuni í Føroyum er mett at vera nakrar og tjúgu milliónir krónur, 23 milliónir, segði danska stjórnin í fjør. Ein orsøk kann vera, at færri handlar liggja inni við reiðum peningi í dag, heldur Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini hjá Politiinum. Bergleif Brimvík leiðari á kriminaldeildini hjá politinum sigur, at tað er torført at siga við vissu, hví færri fráboðanir eru um innbrot nú, enn fyri nøkrum árum síðani. Hann heldur eina orsøk vera, at færri handlar liggja inni við nógvum reiðum peningi í dag enn fyri nøkrum árum síðani, tí fleiri nýta kort at gjalda við. Innbrot verða ofta framd fyri at fáa hendur á reiðan pening, millum annað til rúsevni, og tí er tað kanska minni áhugavert at bróta inn í handlar, um ongin reiður peningur er at fáa hendur á. Eisini vísur Bergleif Brimvík á, at politiið seinastu árini hevur gjørt nógv við at greiða skúlabørnum frá, hvørjar fylgir tað kann hava, um revsiváttanin ikki er rein. Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum og Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag kjakast um hetta í sjónvarpsstovuni í kvøld. Tróndur Nybo, sum er ættaður av Hvítanesi og altíð hevur búð har, greiðir frá ymiskum viðurskiftum í bygdini, eitt nú frá katólsku kirkjuni, sum einaferð hevur verið í bygdini. Høgni Vestergaard heldur tað vera eina háðan móti forfedrunum á Hvítanesi, at Tórshavnar Kommuna hevur málað út yvir tað laðaða gróti í skúlanum skúlanum. Skúlin á Hvítanesi er gjørdur á sama hátt sum gamli kommunuskúlin í Havn, har býráðið nú hevur sæti. Høgni ætlar sær til friðingarmyndugleikarnar við málinum. Vit hitta hjúnini Nancy og Karl Oddmar Rasmussen og sonin Ragnar, sum øll stórtrívast í lítlu bygdini í Suðurstreymi. Vit hitta eisini Eileen Djurhuus, sum hevur fingið sær geitir, og Jákup Mørkøre, sum hevur stóran urtagarð og greiðir frá, hvat veksir væl á Hvítanesi. Í dag varð sáttmáli undirskrivaður millum Landsverk og J amp K Petersen um gerð av brúgv á nýggja innkomuvegnum til Havnar, sum skal ganga tvørtur um Klingruna beint norðan fyri býlingin Millum Gilja. Í einari nýggjari vísundaligari kanning hjá The New School for Social Research í New York verður staðfest hvussu gagnligt tað er at lesa dygdargóðan skaldskap. Suni Poulsen, autoriseraður sálarfrøðingur, útgreinar úrslitið. Eisini hitta vit høvundarnar Sólrun Michelsen, Óla Olsen og Óla Breckmann, sum eru aktuell við bókunum Hinumegin er mars, Siglandi arvurin, og 3 gullkorn um dagin. Og nú Lou Reed andaðist sunnudagin, spyrja vit Ivan Niclasen hvønn týdning Reed hevur havt fyri rock tónleikin. Í samband við 130 ára føðingardagin hjá H.A. Djurhuus, er evnisvika í Barnaútvarpinum. Vit fáa í dag at vita, hvar H.A. Djurhuus búði og so hoyra vit, hvussu børnini hátíðarhalda skaldið í Hoyvíkar skúla Fyrrapartin fer Landsstýrismálanevndin at orða arbeiðssetningin hjá kanningarstjóranum, sum skal kanna lutin hjá Kára P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismanni, og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, í málinum um Eysturoyartunnilin. Men Løgtingsins umboðsmaður hevur boðað frá, at har verða kærur um vantandi innlit í sáttmálan um Eysturoyartunnilin ikki viðgjørdar fyrr enn løgtingið er liðugt at viðgera tunnilsmálið. Løgtingsins Umboðsmaður hevur fingið fýra kærur um avgerðirnar hjá Innlendismálaráðnum og Løgmansskrivstovuni um at nokta at lata innlit í málið um sáttmálan, sum er gjørdur við Copenhagen Infrastructure Partners um Eysturoyartunnilin. Og har verður einki gjørt við tey, fyrr enn landsstýrið kemur við einari loysn á málinum um undirsjóvartunnil millum Eysturoynna og Streymoynna. Fyri góðari viku síðani sendi DR1 eina Horisontsending um kvinnuflýggjanina úr Føroyum. Horisont er ein uttanríkissending, sum danska kringvarpið stendur fyri. Hendan sending fekk rættiliga øði í nógvar føroyingar. Vit høvdu í morgun samrøðu við danska journalistin, Oliver Routhe Skov, sum stóð fyri sendingini. Hann skilir summar av atfinningunum, men heldur samstundis fast við, at sendingin livir upp til endamálið, sum Horisont hevur. Norska reiðarafelagið, Fiskeb t, ætlar at tosa við føroyingar um rætt til at fiska tosk og hýsu í føroyskum sjógvi næsta ár. Tað skrivar heimasíðan. Fyri einum mánað síðani mælti norska reiðarafelagið annars frá at samráðast við Føroyar um sáttmála fyri 2014, so leingi semja ikki er um makrel og sild. Fyri einum mánað síðani vildi Fiskeb t hava toskin og hýsuna, sum føroyingar plagdu at fáa í norskum sjógvi, aftur fyri rættin hjá norskum línuskipum at fiska í føroyskum sjógvi. Reiðararnir vildu, at skipini, sum plagdu at fiska botnfisk, fyrst og fremst brosmu og longu, í føroyskum sjógvi, fáa toskin og hýsuna, sum føroyingar plagdu at fáa frá Norra í Barentshavinum. Eingin fiskirættindasáttmáli hevur verið millum Føroyar og Norra í trý ár, tí semja er ikki um makrelin og nú heldur ikki um sildina. Tórshavnar kommuna hevur brúkt seks milliónir krónur til at innrætta ovastu hæddirnar í bygninginum, sum kommunan keypti frá Bank Nordik fyrr í ár. Sosialurin hevur fingið innlit í byggiroknskapin fyri tað umvælingararbeiði, ið byrjaði, eftir at Tórshavnar Kommuna yvirtók tær báðar ovastu hæddirnar í Niels Finsensgøtu í Havn 1. juli. Sambært byggiroknskapinum er rokningin fyri umvælingararbeiðið komin upp á seks milliónir krónur, tá meirvirðisgjaldið er íroknað. Uttan mvg er rokningin 4,8 milliónir og tað órógvar fleiri býráðslimir, sum við blaðið siga seg vera í øðini, nú rokningin er komin undan kavi. Hvar er semikolon blivið av tá vit skriva Og hvussu skulu vit skilja orðið ófør, spyr ein lurtari í morgun. Vár í Ólavsstovu var í útvarpsstovuni í morgun. Møguleikin at kæra landsstýrið fyri tunnilsmálið er skerdur. Kærur um innlit, sum ikki fæst, fara vanliga til Løgtingsins umboðsmann. Og so er tað í kvøld kl. 18.30 at vit fara at samsenda við NRK úr Oslo, tá norðurlendsku bókmentaheiðurslønirnar vera handaðar. Hetta verður ein gallasýning úr Norska Operahúsinum, har fleiri virðislønar verða handaðar fyri listarligt arbeiði. Norðurlandaráðið hevur samstundis sín árliga fund í Oslo og í morgun høvdu vit Inga Samuelsen í horninum, sum luttekur á fundium fyri Norrøna Felagið í Føroyum. Fundurin hjá Landsstýrismálanevndini, har sum nevndin skuldi orða arbeiðssetningin hjá kanningarstjóranum, sum skal kanna lutin hjá Kára P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismanni, og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, í málinum um Eysturoyartunnilin, varð av ongum í dag. Orsøkin er, at umsitingin hjá løgtinginum hevur nógv at gera hesar dagarnar, tí seinasta freist at leggja fram lógaruppskot, sum skulu koma í gildi 1.januar, er mánadagin. Tá Landsstýrismálanevndin hevur orðað arbeiðssetningin, biður hon løgtingsformannin finna kanningarstjóran, sum skal vera ein óheftur løgfrøðingur. Yvir 30 næmingar og lærarar á Studentaskúlanum í Hoydølum skulu nú kannast fyri tuberklar, tí tveir tilburðir, sum stava frá einum og sama skúlaflokki, eru staðfestir. Finna heilsumyndugleikarnir nakran annan í flokkinum, sum er smittaður, fara tey víðari við at kanna onnur, tildømis tey, sum næmingarnir hava havt valgreinar saman við. Rektarin í Hoydølum, Herleif Hammer, undrast á, hví heilsumyndugleikarnir ikki beinanvegin settu kanningar í verk, tá fyrsti sjúkutilburðurin varð staðfestur fyri hálvum øðrum ári síðani. Seks vikur av barnsburðarfarloyvinum verða oyramerktar til pápan, men hví skulu pápar hava sína egnu kvotu Forkvinnan í javnstøðunevndini, ein mamma í farloyvi og ein pápi, sum skal í farloyvi skjótt, viðgera hendan spurningin. Línu og útróðrarflotin kunnu ikki brúka úrslitið av yvirlitstrolingunum hjá Havstovuni til nakað, tí trol gevur ikki sama úrslit sum lína. Fiskifrøðingur greiðir frá kanningararbeiðinum. Tað er burturvið, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum einsamallur býtir hálvaaðru milliard krónur út uttan skipaðar reglur at ganga eftir, halda serfrøðingar. Kunnu vit liva við vantandi skipan á økinum Politiskt kjak um spurningin. Føroyingar hava verið á gosi um Horisont hjá DR2, tí sendingin vísti eina skeiva mynd av Føroyum. Men hví fær ein donsk sending føroysku sinnini í kók Søgufrøðingur og samskiftisfólk kjakast. Í fleiri bygdum verður jørðin útskift í hesum døgum, men hvat er útskifting, og hvussu gongur hon fyri seg Stjórin á Umhvørvisstovuni greinar útskifting fyri okkum. Tað er ikki semja í samgonguni um at marka seks vikur av barnburðarfarloyvinum til pápan, eins og Johan Dahl, landsstýrismaður skjýtur upp í uppskotinum um at leingja barnsburðarfarloyvið. Tað er mikið møguligt, at tað er gott fyri barnið, at pápin er meiri saman við tí. Men mínar royndir eru, at mammur vilja sleppa at vera longri heima hjá børnunum, í meðan tey eru smá. Útlendskir handverkarar, sum koma til Føroya at arbeiða, eiga at verða limir í føroyskum fakfelag. Tað heldur Føroya Handverkarafelag. Suni Simonsen, formaður í Føroya Handverkarafelag sigur, at um útlendsku handverkararnir eru í føroyskum fakfelag, kann fakfelagið hava eftirlit við, at teir fáa løn í samsvar við føroyskan sáttmála og ikki undirbjóða føroyskar handverkarar. Aðrju hvørja viku avmynda bloggararnir frá Fjøllini Dansa onkran, sum tey halda hevur serliga feitan stíl. Hesa vikuna er tað Dan Helgi í Gong, ið er avmyndaður. Eg keyði uttanlands, av tí at úrvali í Føroyum ikki fellir til mín, men eisini tí at eg ikki havi hug at ganga í klæðum, sum onnur flest. Rættiliga nógv hjá mær er keypt frá svenska merkinum COS har eg havi arbeitt í London . Merkið hoyrir undir H amp M Group. Uniqlo er eitt Japanskt merki, ið kann samaberast við H amp M prísi, har finni eg ofta einføld klæðir úr góðari dygd, so sum Polo skjúrtur, o.s.fr. Eisini keypi eg onkuntíð dýrari merkir, av tí at dygd og øðrvísi hevur næstan alt at siga fyri meg. Hesi bæði finni eg persónliga hjá teimum dýraru merkjunum, eg leiti til. Hatta er eitt sindur ringt at svara uppá. Eingin fellur í mínar tankar, men um tann kendi persónurin eigur eina rúgvu av Yohji Yamamoto, so eri eg við uppá tað. So tað er sikkurt frá Yohji, eg vil hava klædnaskápið frá. Hevði ikki funnið uppá at farið í nakað annað enn svartar sokkar um føturnar, møguliga gráar bláar. Ei heldur hevði eg funnið uppá at farið í Ugg ella líknandi skógvar. Tað er eitt tað ljótasta, ein persónur kann lata seg í. Eitt rættiligt skort, til tær kvinnur, ið hava slíkar. Í dag greiðir Elin á Rógvi frá. Hon hevur skrivað leikin Sangur í mjørka, sum verður frumsýndur leygarkvøldið 2.november. Røskvá og Mia , sum spæla Elsa í leikinum, greiða eisini frá Hóast tað ikki rakk til eina virðisløn í gjárkvøldið, var Jóannes Nielsen, sum var innstillaður til bókmentaheiðurslønina, vælnøgdur við gallakvøldið í Oslo. Vit hittu Jóanes í gjárkvøldið. Hóast tað ikki rakk til eina heiðursløn í Oslo fyri listarligt avrik, var Eivør Pálsdóttir, sum var í uppskoti til tónleikaheiðurslønina vælnøgd við gallakvøldið í Oslo. Vit hittu Eivør í Oslo í gjárkvøldið. Nú gjørt er upp, er greitt, at nýggi dagstovnurin tilsamans kostaði góðar 9,8 milliónir krónur at byggja, íroknað er grundøkið fyri góðar 0,9 milliónir krónur Kommunan valdi ikki at taka lán fyri at byggja dagstovnin, og nú liðugt er, er eisini seinasti parturin goldin, tilsamans 3,4 milliónir krónur, upplýsir Dennis Holm, borgarstjóri. Nevndin skuldi í gjár orða arbeiðssetningin hjá kanningarstjóranum, sum skal kanna Kára P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismann, og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann. Í skrivinum til floksleiðsluna siga tey sjey limafeløgini, at málið hjá Javnaðarflokkinum er at taka við landsins leiðslu, so sosialdemokratisku virðini mynda tann politikk, sum førdur verður. Tá ið Javnaðarflokkurin bjóðar seg fram at vera stjórnarberandi, mugu veljarar og samstarvspartar kunnu líta á flokkin og tað mandat, ið flokkurin bjóðar seg fram við. Gerhard Longberg hevur fleiri ferðir seinastu mongu árini alment givið til kennar meiningar, sum beinleiðis stríða ímóti grundsjónarmiðum floksins, eins og hann ikki hevur virt tær avgerðir, sum floksleiðslan hevur tikið á demokratiskan hátt ndash ofta einmælt. Eitt nú tók Gerhard Lognberg í 2008 stuðulin aftur til eina samgongu, sum Javnaðarflokkurin hevði leiðsluna av, eins og hann kallaði táverandi løgmann og formann Javnaðarfloksins fyri landasvíkjara frá Løgtingsins røðarapalli. Tann 23. august í ár samtykti ein samd floksleiðsla, at Javnaðarflokkurin ikki tók undir við uppskotinum hjá landsstýrinum um at lata einum privatum útlendskum felag einkarættin at byggja og reka Skálafjarðartunnilin, tí hetta fór at dýrka verkætlanina við milliardum. Tað er eitt sera álvarsamt stig at koyra ein tinglim úr flokkinum, men í hesum føri er hetta einasta loysn, um flokkurin skal endurvinna álitið, siga limafeløgini millum annað í skrivinum til floksleiðsluna. Feløgini sum hava skrivað undir eru Suðuroyar Syðra Javnaðarfelag, Suðurstreymoyar Javnaðarfelag, Norðstreymoyar Javnaðarfelag, Vága Javnaðarfelag, Eysturoyar Javnaðarfelag, Norðoya Javnaðarfelag og SU Sosialistisk Ung. Aldargomlu deyðssyndirnar eru sjey í tali. Eru hesar horvnar ella eru tær til enn, men í nýggjum hami Onkur sigur, at syndin er horvin úr modernaða samfelagnum og hon tók etikkina og moralin við sær Og skuldin kenna vit hana bert sum bankaskuldina Sagt verður, at tá menniskjan ikki longur trýr á ein Guð, so fer tað at spekja og ansa eyka væl eftir likaminum, tí tá hevur menniksjan bert tað at líta á. Svøríki hevur tvær ferðir vunnið HM bronsu. Fyrstu ferð var í HM í Kina í 1991. Svøríki vann aftur bronsu í HM í Týsklandi í 2011. FSF.fo skrivar, at áhugin fyri dystinum er stórur í svenskum miðlum. Venjarin, Jón Pauli Olsen og liðskiparin, Malena Josephsen eru nógv eftirspurd til samrøður. Bjørn Kalsø, landsstýrismaður ætlar sjálvur at kanna, hvussu flutningurin av HF næmingunum ímillum Hoydalar og Vinnuháskúlan, kann loysast. Tað sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, sum lovar at finna eina loysn á støðuni, sum HF næmingarnir í Hoydølum eru komnir í. Gerhard Longberg hevur fleiri ferðir seinastu mongu árini alment givið til kennar meiningar, sum beinleiðis stríða ímóti grundsjónarmiðum floksins, og hann hevur ikki virt avgerðirnar hjá floksleiðsluni. Eitt nú tók Gerhard Lognberg í 2008 stuðulin aftur til eina samgongu, sum Javnaðarflokkurin hevði leiðsluna av, eins og hann kallaði táverandi løgmann og formann Javnaðarfloksins fyri landasvíkjara frá Løgtingsins røðarapalli., siga limafeløgini í brævinum. Tann 23. august í ár samtykti ein samd floksleiðsla, at Javnaðarflokkurin ikki tók undir við uppskotinum hjá landsstýrinum um at lata einum privatum útlendskum felag einkarættin at byggja og reka Skálafjarðartunnilin, tí hetta fór at dýrka verkætlanina við milliardum. Kortini hevur Gerhard Lognberg fleiri ferðir gjørt greitt, at hann ikki virðir hesa týðandi avgerð floksins, eitt nú í samrøðu við Sosialin tann 29. august. Tann 10. oktober tók formaður floksins, saman við hinum andstøðuformonnunum, stig til at leggja misálit á Løgmann. Her atkvøddi Gerhard Lognberg blankt. Dagin eftir segði Gerhard Lognberg við Vágaportalin, at hann ikki hevði funnið uppá at felt løgmann. Tað ber ikki til, at eitt av umboðum floksins á tingi so greitt stuðlar tí løgmanni, sum umboðar mest høgravenda politikk nakrantíð í Føroya søgu og samstundis gongur so greitt ímóti sínum egna formanni og flokki, siga feløgini í Javnaðarflokkinum. Hóast útlendingar ikki eru limir í einum føroyskum fakfelag, so hava føroyskir myndugleikar eftirlit við lønum hjá útlendingum, sum arbeiða í Føroyum. Tá útlendingar søkja um arbeiðsloyvi í Føroyum eftir galdandi lóg, so tryggjar Útlendingastovan, at teir arbeiða undir føroyskum sáttmála. Útlendingastovan kannar eisini lønirnar hjá útlendsku arbeiðstakarunum, tá teir biðja um at leingja arbeiðsloyvið. Tað skulu teir gera hvørt ár. Varðhaldsfongslingin hjá 18 ára gamla manninum, sum er skuldsettur fyri drápsroynd í Norðdepli sunnumorgunin 14.juli, er úti í morgin. 18 ára gamli maðurin, sum er skuldsettur fyri at hava stungið fýra fólk, hevur verið í varðhaldi síðani 14.juli, tá hann varð tikin og varðhaldsfongslaður í grundlógaravhoyring. Fríggjadagin 1. november 2013, leggur Steintór Larsen, tannlækni í Fuglafirði frá sær. Hann hevur bjóðað kommununi at leiga klinikkina, so skjót ein tannlækni verður settur. Høvuðsuppgávan hjá tannlæknanum, sum kommunan setur, verður at viðgerða tenninar hjá børnum í kommununi. Leygardagin hátíðarhalda teir 100 ára dagin við veitslu og dansi. Jóhann Mortensen tosar við Trúgva Thomsen, fyrrverandi formann í Sumbiar dansifelag. Ikki øll javnaðarfólk halda tað vera rætt at tveita Gerhard Lognberg úr flokkinum. Kristin Michelsen, tingmaður og borgarstjóri á Tvøroyri, sigur við Norðlýsið, at tað er ivasamt um hann verður verandi í flokkinum, um Gerhard Lognberg verður koyrdur úr flokkinum. Ein annar royndur tingmaður hjá Javnaðarflokkinum, er tvørámaðurin, Sverri Midjord, sum sat í løgtinginum fyri Javnaðarflokkin í 16 ár. Felagið hjá Javnaðarflokkinum í Sandoynni hóttir við at niðurleggja seg sjálvt, um Gerhard Lognberg verður koyrdur úr flokkinum. Felagið hevur í brævi til floksformannin boðað frá, at felagið verður avtikið, um Gerhard Lognberg verður koyrdur úr Javnaðarflokkinum. Tummas Frank Joensen er næstformaður í Sandoyar Sýslu Javnaðarfelag Strandfaraskipini verða løgd um 48 tímar. Hetta hendir tí at Maskinmeistarafelagið og Skipara og navigatørfelagið fara í verkfall. Semingsstovnurin hevur boðað frá, at hann gevst við royndunum at fáa semju í lag millum Maskinmeistarafelagið og Føroya Skipara og navigatørfelag øðrumegin og Fíggjarmálaráðið hinumegin. Samráðingarnar eru sostatt slitnaðar, og feløgini hava boðað Fíggjarmálaráðnum frá, at farið verður í verkfall. Verkfallið byrjar leygardagin 2. november 2013 klokkan 17. Hvar gongur markið millum alment og privat Í fyrilestrinum kemur Annemi L. Joensen inn á hvar markið gongur fyri loyvdari almennari uppíblanding í privat viðurskifti, sæð út frá sjónarhorninum hjá mammum, sum hava fingið barn. Ynskja tær, at heilsufrøðingar sum forlongdi armur hjá tí almenna hava eftirlit við og geva ráð til barnauppaling Púra burturvið, tí sovorið skal landið slett ikki blanda seg upp í, heldur Thomas Arabo, fyrrverandi landsstýris og løgtingsmaður. Vit eru í sjónlaikarahúsinum í Havn, og hitta leikarar til leikin Sangur í mjørka. Sangurin byggir á sangirnar hjá H.A Djurhuus, og verður leiktur í sambandi við 130 ára føðingardagin hjá skaldinum. Hann hevur boðsent semingsmonnunum, Fíggjarmálaráðnum og Strandferðsluni á fund í dag at umrøða verkfallið, sum manningarfeløgini hava hótt við at seta í verk seinnapartin í morgin. Landsstýrismaðurin í vinnumálum sigur, at upphæddin, sum Strandferðslan hevur fingið afturat í ár, er ætlað til alt í sambandi við broyttu hvíldarreglurnar, eisini til lønir, sigur Jóhan Dahl. Lærarafelagið sigur, at frá næsta skúlaári verða latnir fýra tímar fyri flokslæraraarbeiði fyri hvønn næming í fyrsta flokki um árið, sum er ein tími meira enn nú. Venjingarskúlin er strikaður sum venjingarskúli, men samsýningin fyri starvsvenjingar og samtalutímar er hækkað munandi, sigur Lærarafelagið. Svenska landsliðið telist millum tey bestu í heiminum, og tað merkti eisini dystin. Sviar vóru á bóltinum í 90 minuttir, og føroyar vóru í verjustøðu. Meirilutin í Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag tekur undir við hinum sjey limafeløgunum hjá Javnaðarflokkinum, sum vilja hava Gerhard Lognberg úr flokkinum. Málið var fyri á nevndarfundi í Suðuroyar Norðara Javnaðarfleag mikukvøldið, men ivi var sáddur um, hvørt nevndin kundi taka so stórar avgerðir, tí nevndin varð ikki fullmannað, og aðalfundur hevur ikki verið. Tó varð skjótt greitt, at meirilutin í nevndini tekur undir við hinum lokalfeløgunum um, at vit aftur fáa ein flokk, sum virkar sum ein eind, har sosialdemokratiska hugsjónin er í miðdeplinum. At vit ikki valdu at standa undir uppskotinum, merkir ikki, at vit eru ósamd við hini limafeløgini, sum eru uppskotsstillarar, stendur í fráboðanini frá Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag á heimasíðuni hjá Javnaðarflokkinum. Sostatt draga javnaðarfelagið í norðaru helvt í Suðuroynni og Kristin Michelsen, løgtingsmaður, ikki eina línu í spurninginum um at koyra Gerhard Lognberg úr flokkinum. Norðurlendsku fíggjarmálaráðharrarnir fara nú at gera ein greining, sum lýsir trupulleikan við tvískattavtaluni, tí landið, har borgarin býr, ikki fær skattin. Norðurlond veita borgarum sínum nógvar skattafíggjaðar tænastur, men hinvegin sigur avtalan, at skatturin skala fall, har persónurin arbeiðir, og ikki har hann býr. Til tess betur at kunna taka støðu til broytingarnar, avgjørdu norðurlendsku fíggjarmálaráðharrarnir at gera eina greining, sum skal lýsa trupulleikan. Í Kaldbak bíða seks eftir bátaplássi, men har verða fimm teymar lagdir út fyri ársskiftið, og tá verður bara ein eftir á bíðilistanum í Kaldbak. Býráðið samtykti í gjárkvøldið at krevja 2.000 krónur í depositum frá teimum, sum eru á bíðilistanum til bátapláss í Tórshavnar kommunu. Hóast nógvu avlýsingarnar í mjørkanum í juli kostaðu Atlantic Airways 8,5 milliónir krónur, og felagið fleyg ikki til Egyptalands fyri Atlantis Rejser frá august til fyrst í oktober, tí ófriður var í Egyptalandi, gjørdist avlopið 14,4 milliónir krónur fyri skatt í triðja ársfjórðingi, tað eru 1,8 milliónir minni enn í fjør. Løgtingsformaðurin vísir til politiska veruleikan, sum hann sigur, tá hann leingir freistirnar hjá Rættarnevndini og Fíggjarnevndini at avgreiða tunnilsmálið. Hann hevði í gjár, tá Útvarpið tosaði við hann, ikki tikið støðu til áheitanina frá Sirið Stenberg, løgtingskvinnu, um ikki at geva nevndunum meira tíð. Line Risberg er í hesum døgum í Føroyum, har hon greiðir skúlanæmingum frá um vandan við misbrúki. Tað er foreldraráðið í eysturskúlanum í Havn og Náttaravnar í Havn, sum standa fyri tiltakinum. Morgunsendingin hittir Heidi Mortensen, forkvinnu í Lívfrøðingafelagnum, og Jógvan D. Hansen, heimspeking, ið verður orðstýrari á fundinum. Nú fjøllini eru gingin boðar Bóndafelagið frá, at tíðin er komin at finna bóndan sum hevur besta skerpikjøtið. Bóndurnir, sum vilja vera við í kappingini, skulu taka nøkur tjógv frá, sum so vera hongd upp at turka. Men hvat er gott skerpikjøt, og nær smakkar tað væl Anna Rubeksen, nevndarlimur í Bóndafelagnum, og Laila S. Jacobsen, deildarleiðari á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, vóru í útvarpsstovuni í morgun og tosaðu um skerpikjøt. Hann heldur, at makrelveiðan í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum møguliga var 1,7 til 3,6 ferðir størri enn veiðitølini søgdu. Og hetta er eisini orsøkin til, at nú er ein nýggjur leistur gjørdur fyri stovnsmetingina fyri 2014, sigur Guðmundar J. Óskarsson. Tá góður prísur fekst fyri stóran makrel í Japan er sannlíkt, at nógvur smáur makrelur er tveittur út aftur, sigur Guðmundar J. Óskarsson. Fiskifrøðingar í øllum strandarlondunum, sum samráðast um makrel, hittast 17. til 21.februar næsta ár at eftirmeta vísindaligu ráðgevingina um makrel. Ein kvinna skrivar, at hon hevur livað saman við manni í tvey ár. Men hvørja ferð tey eru úti, so præsenterar hann hana sum quot sína date. quot Hon heldur seg vera hansara maki og hon verður særd og kennir seg lítisverda at vera nevnd quot ein date. quot Eini ung hjún við smáum børnum og nýggjum húsum, vilja so fegin verða heima hjá sær sjálvum jólaaftan. Men mamma og vermóður eru als ikki samd við teimum í hesum. Tær vilja báðar hava at ungu hjúnini vera hjá teimum jólaaftan. Maður skrivar, at hann er nýrasjúkur. Hann nevndi so hissini fyri konuni at kanska einaferð í framtíðini, kundi tað verða aktuelt at fáa nýtt nýra. Og vaksnu børnini kundu møguliga verið gøgngevarar. Hetta var bert tos, men konan gjørdist frá sær sjálvari. Maðurin skilur als ikki konuna, hví hon varð so bangin og óð. Er tað tí, hon ræðist tankan at seta børnini í eina svára tvístøðu ella býr nakað annað undir Kvinnan, sum hevur arbeitt langt lív á sera góðum arbeiðsplássi, hevur valt at fara frá við eftirløn 65 ára gomul. Tá hon segði frá hesum, broyttist tónin. Arbeiðsfelagarnir tosa niðrandi og happandi við hana quot at nú er hon gomul og orkar onki longur, tí nú fer hon frá við eftirløn. quot Men misskilur kvinnan prátið eru tey niðrandi Og so er tað konan, sum er sera hørm um, at fyrrverandi maður hennara hevur sína nýggju konu við til føðingardagar, barnadóp og annað. Nú skal teirra felags barn giftast og hon vil ikki koma við, um maðurin hevur konuna við. Hann situr á fundi saman við semingsmonnunum, Fíggjarmálaráðnum og Strandferðsluni, fyri at umrøða verkfallið, sum manningarfeløgini hava hótt við at seta í verk seinnapartin í morgin. Dennis Holm, borgarstjóri í Vági, sigur, at tað ber ikki, at ein partur av landinum altíð skal vera í vanda fyri at verða raktur av verkfalli. Tað kann henda, at avgerðin hjá umboðsmanninum fer at gera, at, sum hon sigur, quot tað onga meining gevur hjá løgtinginum at halda fram at viðgera uppskotið. quot Ein annar maður spyr um øvund í parlagi. Um vit eiga at vera øvundsjúk, inná okkara maka, og hvat hann skal gera, nú hansara kvinna er so øvundsjúk. Súsanna Skaale, sálarfrøðingur kemur at svara hesum brøvum. Morgunsendingin hittir Karin Djurhuus, forkvinnu, Honnu Flóvinsdóttir, PR fólk, og Beintu Flóvinsdóttir, pallstjóra. Leikurin Sangur í mjørka verður frumsýndur leygarkvøldið. Russland er í tollsamgongu við millum annað Kasakstan, og tí heldur landsstýrið, at ein avtala við Kasakstan og onnur lond har á leiðini er eitt stig fram móti at fáa fríhandilssáttmálan við Russland undir land. Ferðin, sum varir fimm dagar, gongur eisini til Russlands, har fundur verður í Moskva við russiska varauttanríkisráðharran, Vladimir Titov. Løgmaður sigur, at Føroyar skulu eisini hava fríhandilsavtalur við onnur lond í tollsamgonguni, millum annað Hvíta Russland, og eisini stendur Ukraina á arbeiðsskránni hjá uttanríkistænastuni hjá løgmanni. Tá hitti Kaj Leo Holm Johannesen russiska uttanríkisráðharran, Sergej Lavrov, og farið var undir arbeiðið at fáa í lag handilssáttmála við Russland. Nýggj kunngerð um hvílitíð, sum kom í gildi 1. januar í ár, sigur, at hvílitíðin hjá sjófólki í minsta lagi skal verða 77 tímar um vikuna, og tískil verður arbeiðstíðin 91 tímar um vikuna. Ósemjan stingur seg upp, tí Maskinmeistarafelagið og Skipara og Navigatørfelagið ikki vilja fara niður í løn, hóast arbeiðstíðin hjá limunum fer niður við sjey tímum um vikuna. Snorri Fjallsbak, stjóri á Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum, sigur, at Fíggjarmálaráðið hevur boðið Maskinmeistarafelagnum og Skipara og Navigatørfelagnum at víkja frá hvílitíðarreglunum, so teir ikki noyðast niður í løn. Jógvan á Lakjuni hevur enn ikki tikið støðu til áheitanina hjá Sirið Steenberg, løgtingskvinnu, um at nokta nevndunum meira tíð at viðgera tunlarnar. Við at brúka regluna í stýriskipanarlógini um eftirlit við landsstýrisfólkunum hevur Løgmansskrivstovan spurt Fíggjarmálaráðið, sum hevur arvað tunnilsmálið, hví innlit ikki verður latið í uppskotið um sáttmála millum Copenhagen Infrastructure Partners og Innlendismálaráðið. Løgmansskrivstovan spyr, á hvønn hátt fíggjarligu áhugamálini hjá tí almenna ítøkiliga verða í vanda fyri at verða verri fyri, um sáttmálin verður almennur. Løgmansskrivstovan spyr eisini Fíggjarmálaráðið, um tað fer at spyrja CIP, hvat í sáttmálanum, CIP heldur, at lógin verjir móti innliti. Í dag greiðir Elin á Rógvi frá leikinum Sangur í mjørka. Vit hitta leikarar í sjónleikarahúsinum í Havn, sum leggja síðstu hond á venjingarnar, nú frumsýning verður leygarkvøldið 2. november.Eisini greiðir Hanus Kamban frá sanginum Meg minnist eina mynd. Uppgávurnar hjá konsulinum eru at vera portugisum í Føroyum til hjálpar og at arbeiða fyri øktum búskaparligum og mentanarligum samstarvi millum Føroyar og Portugal. Tórshavnar Kommuna hevur avgjørt at seta heimið hjá tveimum pensionistum í Havn til sølu, tí at peningur skal vinnast innaftur fyri keypið av bygningunum hjá BankNordik. Sí meira í Degi amp Viku. Klokkan 13.00 í morgin, leygardagin, er tingið kallað saman. Og einasta málið á skránni er lógaruppskot, sum skal steðga ætlaða verkfallinum. Maskinmeistarafelagið og Skipara og Navigatørfelagið hava annars lýst við verkfalli galdandi frá kl. 17.00 í morgin, eitt verkfall, sum hevði lagt alla rutuna hjá Strandferðsluni lamna. Tey bæði manningarfeløgini, Maskinmeistarafelagið og Skipara og Navigatørfelagið, hava verið í sáttmálasamráðingum við lønardeildina í landsstýrinum eina tíð uttan at nakað úrslit spurdist burturúr. Á landsstýrisfundi í kvøld var avrátt at kalla tingið saman í morgin at leggja upp í samráðingarnar við lóg, sum skuldi forða fyri, at strandfaraskipini vóru løgd. Nú boðar Løgtingsskrivstovan frá, at tingfundurin er avlýstur. Orsøkin er, at verkfallið er útsett eina viku, tí partarnir eru farnir aftur til samráðingarborðið. Tey bæði manningarfeløgini, Maskinmeistarafelagið og Skipara og Navigatørfelagið, hava verið í sáttmálasamráðingum við lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum seinastu vikuna, men enn uttan úrslit. Ósemjan er um sonevndu hvílitíðina. Sambært nýggju kunngerðini skulu sjófólk arbeiða sjey tímar minni um vikuna, og hvíla sjey tímar meira um vikuna. Maskinmeistarafelagið og Skipara og Navigatørfelagið vilja ikki niður í løn, hóast arbeiðstíðin hjá limunum minkar við sjey tímum um vikuna. Átta av níggju limafeløgunum høvdu uppskot um at taka limaskapin frá Gerhardi Lognberg. Gerhard Lognberg sigur við útvarpið, at hann hevur tosað við aðrar floksformenn, men hann hevur enn ikki tikið støðu, hvør næsti politiski leikurin verður. Kristin Michelsen hevur sagt seg umhugsa sína støðu í Javnaðarflokkinum, nú Gerhard Lognberg er koyrdur úr. Aksel V. Johannesen, formaður, hevur enn ikki frætt, um Kristin Michelsen ætlar sær úr flokkinum ella um hann verður verandi. Gerhard Lognberg fekk 344 atkvøður á løgtingsvalinum í 2011. Átta av níggju limafeløgunum høvdu uppskot um at taka limaskapin frá Gerhardi Lognberg. Gerhard Lognberg sigur við útvarpið, at hann hevur tosað við aðrar floksformenn, men hann hevur enn ikki tikið støðu, hvør næsti politiski leikurin verður. Kristin Michelsen hevur sagt seg umhugsa sína støðu í Javnaðarflokkinum, nú Gerhard Lognberg er koyrdur úr. Aksel V. Johannesen, formaður, hevur enn ikki frætt, um Kristin Michelsen ætlar sær úr flokkinum ella um hann verður verandi. Gerhard Lognberg fekk 344 atkvøður á løgtingsvalinum í 2011. Í dag hoyra vit 10.part av søguni Mio mín Mio. Astrid Lindgren skrivaði og Elin Súsanna Jacobsen týddi til føroyskt. Margreta Næss lesur Tað segði hann dagin eftir, at Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, segði við útvarpið, at tá tað hevur eydnast at fáa Fólkaflokkin at góðtaka 200 milliónir krónur í tilfeingisgjøldum, fer tað eisini at eydnast at sannføra Fólkaflokkin um uppboðssølu av fiskirættindum. Farnir undir samráðingar Útvarpið boðaði fríggjakvøldið frá, at síðani heystfrítíðina hava umboð fyri samgonguflokkarnar havt tríggjar samráðingarfundir. Hesuferð er Sambandsflokkurin betri fyrireikaður enn í vár, tá løgmansflokkurin sá seg noyddan at steðga ætlanini hjá Jacob Vestergaard, tí hon eftir tykki Sambandsfloksins bar alt ov nógv brá av reinum fólkaflokspolitikki. Vestergaard vildi millum annað hava, at einki áramál longur skuldi setast á fiskirættindini, men at landið skuldi kunnað siga loyvini upp við 7 9 ára freist. Tað vil siga, at uppsagnartíðin og møguleikin at seta uppsøgnina úr gildi aftur fór at fevna yvir tvey ella trý samgonguskeið. Vestergaard mælti eisini til at strika hugtakið í lógini um vinnuligan fiskiskap, sum í dag er Fólksins Ogn , og ístaðin brúka orðingina Landsins Ogn . Og hartil var ikki skuggin av nakrari uppboðssølu av fiskirættindum at hóma í uppskotinum hjá landsstýrismanninum við fiskimálum. Hesin kosturin var í vár ov herskin hjá Sambandsflokkinum, sum trýsti á bremsuna og fór í arbeiðsrúmi at orða sítt egna uppskot, sum nú er lagt á samráðingarborðið saman við uppskotum frá Fólkaflokkinum og Miðflokkinum. Hóast útvarpið ikki hevur fingið innlit í uppleggið hjá Sambandsflokkinum, so er greitt, at umstrídda uppboðssølan er partur av tí. Johan Dahl, sum saman við Alfred Olsen, eru sambandsumboðini í samráðingarbólkinum, sigur við Útvarpið, at uppboðssølan hartil er týðandi partur at fáa við í nýskipanina. Fólkaflokkurin er ímóti Men tað kemur ikki upp á tal, sigur Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum. Hann segði í sínari formansrøðu, at við Jacob Vestergaard á odda er Fólkaflokkurin í holt við eina tiltrongda fiskivinnunýskipan. Fólkaflokkurin sigur seg vilja geva vinnuni tryggar karmar við vinnuloyvum fyri fleiri ár í senn. Greið lóg skal vera um útlendskan eigaraskap, og hvat skal avreiðast her hjá okkum. Alternativið er uppboðssøla av øllum rættindum. Tað merkir sera ótryggar karmar. Eingin kann gera nýíløgur. Vit fáa kanska nakrar silvurdálar í landskassan, men av royndum vita vit, at útlendingar við einum glastrevabáti keypa øll rættindini og kunnu so loyva okkara fiskimonnum at fiska móti lítlum gjaldi. Okkara fiskivinna fær molarnar av útlendingaborði, og vinnan verður armað niður, segði Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum. Tingmaðurin segði við útvarpið hósdagin, at nógvir veljarar høvdu vent sær til sín, tí tey eru misnøgd við, at Gerhard Lognberg er koyrdur úr Javnaðarflokkinum. Kristin Michelsen atkvøddi eisini blankt, tá andstøðan reisti misálit á Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann. Gerhard Lognberg varð koyrdur úr Javnaðarflokkinum í gjár, tí hann hevur áhaldandi órógvað arbeiðsstevið í flokkinum. Átta av níggju limafeløgum komu við uppskotinum at taka limaskapin frá Gerhardi Lognberg. Grundgevingin var, at Gerhard Lognberg hevur fleiri ferðir seinastu árini alment givið til kennar meiningar, sum beinleiðis stríða ímóti grundsjónarmiðum floksins, og hann hevur ikki virt avgerðirnar hjá floksleiðsluni. Men Kristin Michelsen tekur ikki undir við viðferðini, sum nú fyrrverandi partamaðurin Gerhard Lognberg hevur fingið, og hann hevur av somu orsøk sagt formanninum, at hann umhugsar at taka seg úr flokkinum. Kristin Michelsen sigur við útvarpið í dag, at tann støðan er ikki broytt. Hann umhugsar enn sína støðu í Javnaðarflokkinum, og hann vil ikki siga, nær hann boðar formanninum frá, um hann tekur seg úr flokkinum, ella um hann verður verandi. Í sendingini greiðir Steinvør millum annað frá sínum uppvøkstri og fleiri av teimum avgerandi hendingunum, ið hava ávirka hennara lívsleið. Turið Sigurðardóttir fór tíðliga at týða fremmandar bókmentir. Eitt tað fyrsta var Salka Valka eftir Haldór Laxnes. Síðani Pippi bøkur eftir Astrid Lindgreen og aðrar barnabøkur eftir Marie Gripe. Hon legði til rættis útgávur við tekstum eftir pápa sín Sigurð Joensen og tók upp aftur útgávustarvið hjá mammuni Sigrið av Skarði gjøgnum forlagið Ungu Føroyar. Haðani er eitt nú komin heil bókarøð við tilfari eftir abban Símun av Skarði. Turið er ein teirra, ið hevur skrivað og skipað ta nýggju og stóru føroysku bókmentasøguna, ið røkkur fram til aldarskiftið 1900. Poul F. Joensen yrkti kvæði í 1919 og um 1926, skrivar hann í Varðanum, har tað er prentað í 6. bindi. Hann átti ikki Høgna tátt, sum er eitt av Sjúrðarkvæðunum, og fór tí at yrkja kvæðið. Tá hann so fekk Høgna tátt, legði hann tað frá sær, men tá hann sjey ár seinri kom fram á ørindini, hann hevði yrkt, yrkti hann kvæðið at enda. Upptøkan er gjørd í 1976. Okkum er sagt, at sumbingar høvdu verið á fjalli, tá útvarpið var komið suður at taka upp. Gunnar Poulsen, sum skuldi skipa kvæðið, bað um at sleppa at hvíla seg eina løtu. Seinri sama dag skipaði hann kvæðið meistarliga. Alfred Olsen hevur víst vanvirðing ella vantandi vitan fyri tingskipanini. Tað heldur Eirikur Lindenskov, ábyrgdarblaðstjóri á Sosialinum, nú formaðurin í tingbólkinum hjá Sambandsflokkinum hevur sagt, at Eivin Jacobsen hevur brotið avtaluna í Sambandinum, tí hann vil hava kanningarstjóra at kanna handfaringina í málinum um Skálafjarðartunnilin. Í farnu viku undraðist Alfred Olsen, formaður fyri tingmanningina hjá Sambandsflokkinum, á støðuna hjá Eivini Jacobsen í landsstýrismálanevndini. Alfred Olsen vildi vera við, at Eivin Jacobsen hevur brotið semjuna í Sambandsflokkinum, at flokkurin skuldi ikki taka undir við at seta kanningarstjóra at kanna málið um handfaringina av málinum um Skálafjarðartunnilin. Alfred Olsen hevur víst vanvirðing ella vantandi vitan fyri tingskipanini. Tað heldur Eirikur Lindenskov, ábyrgdarblaðstjóri á Sosialinum, nú formaðurin í tingbólkinum hjá Sambandsflokkinum hevur sagt, at Eivin Jacobsen hevur brotið avtaluna í Sambandinum, tí hann vil hava kanningarstjóra at kanna handfaringina í málinum um Skálafjarðartunnilin. Í farnu viku undraðist Alfred Olsen, formaður fyri tingmanningina hjá Sambandsflokkinum, á støðuna hjá Eivini Jacobsen í landsstýrismálanevndini. Alfred Olsen vildi vera við, at Eivin Jacobsen hevur brotið semjuna í Sambandsflokkinum, at flokkurin skuldi ikki taka undir við at seta kanningarstjóra at kanna málið um handfaringina av málinum um Skálafjarðartunnilin. Vitan er ikki bara bóklig vitan, men eisini handalig vitan. Og tað tykjast vit hava gloymt í okkara fólkaskúlum. Í strembanini eftir vitanarsamfelagnum tykist tað sum, at vit hugsa bara um bókliga vitan. Vandin í norðanlondum er nú, at tað verður yvirflóð av akademikarum, og tað er torført at fáa øll í starv. Í Føroyum er handverkaraútbúgvingin undirmett, tí hon gevur tær betri arbeiðsmøguleikar enn nógvar aðrar útbúgvingar. Í fólkaskúlanum verða næmingarnir í størri mun eggjaðir at taka bókliga útbúgving heldur enn handaliga útbúgving. Og tað er kanska vandi fyri, at okkara fólkaskúli er ov einstáttaður, heldur Niels Winther. Í 2009 lækkaði talið av handverkslærlingum, sum undirskrivaðu lærusáttmála, niður í 98. Talið er økt spakuliga síðan, men tað er enn lægri enn langtíðarmiðaltalið. 0 flokkur í dagstovninum við Margáir, hevur sent okkum bræv. Tey hava verið við í verkætlan, tá ið mentanarvika var í kommununi. Tey gjørdu framførslur og listaframsýning útfrá sanginum Kvøða til sóknina. Vøggustovubørn, barnagarðsbørn og skúlabørn, hava havt eitt sera gott og stuttligt samstarv. CIP sáttmálin er líka loyniligur enn, hóast tunnilsmálið er flutt í Fíggjarmálaráðið. Innlit verður ikki latið í sáttmálan, heldur ikki í partar av honum. Við at brúka regluna í stýriskipanarlógini um eftirlit við landsstýrisfólkunum hevur Løgmansskrivstovan spurt Fíggjarmálaráðið, sum hevur arvað tunnilsmálið, hví innlit ikki verður latið í uppskotið um sáttmála millum Copenhagen Infrastructure Partners og Innlendismálaráðið. Løgmansskrivstovan spyr, á hvønn hátt fíggjarligu áhugamálini hjá tí almenna ítøkiliga verða í vanda fyri at verða verri fyri, um sáttmálin verður almennur. Løgmansskrivstovan spyr eisini Fíggjarmálaráðið, um tað fer at spyrja CIP, hvat í sáttmálanum skal verjast móti innliti. Fíggjarmálaráðið svarar, at heimild er í lógini um innlit í almennu fyrisitingina at nokta. Avtalan við CIP um tagnarskyldu er ikki orsøkin til, at innlit ikki fæst í uppskotið um sáttmálan um Eysturoyartunnilin. Sambært innlitslógini kann rætturin til skjalainnlit avmarkast, tá neyðugt er at verja fíggjarlig áhugamál og vinnuvirksemi hjá tí almenna. Og tá samráðingarstøðan hjá tí almenna skal verjast. Tí avgjørdi Innlendismálaráðið ikki at geva innlit yvirhøvur. Og tann avgerðin stendur við, sigur Fíggjarmálaráðið nú. Um skjølini viðvíkjandi sáttmálanum verða útflýggjað, áðrenn politisk støða er tikin um hann og samstarvsavtaluna við CIP, kann landsstýrið missa einasta privata íleggjara, sum vil fíggja Eysturoyartunnilin. Eisini er serliga vandi fyri, at landsstýrið í framtíðini ikki verður mett at vera álítandi samstarvspartur, um tílík skjøl verða útflýggjað, áðrenn samráðingarnar eru lidnar, segði Innlendismálaráðið. Og tað sama sigur Fíggjarmálaráðið. Ein annar spurningur er fíggjarligi missurin hjá CIP, um innlit verður latið í sáttmálan ella partar av honum. Fíggjarmálaráðið spurdi CIP um tað. Eftir at hava lisið svarið frá CIP, er niðurstøðan hjá Fíggjarmálaráðnum, at Copenhagen Infrastructure Partners hevur ikki ítøkiliga gjørt sannlíkt, at útflýggjan av tilfarinum hevði elvt til vanda fyri fíggjarligum missi hjá CIP. CIP svarar bara, at sambært avtalu millum landsstýrið og CIP tann 2.mai í ár er alt tilfar í trúnaði. Mursi er ákærdur fyri at hava eggjað til at drepa mótmælisfólk, sum skipaðu fyri mótmælistiltøkum ímóti honum í fjør. Fleiri ráðgevarar og embætisfólk úr islamsku rørsluni, Muslimska Brøðralagnum, har Mursi hevur sínar røtur, sita eisini á ákærubonkinum í dag. Mohammed Mursi varð í fjørsummar valdur til forseta, og hann var samstundis tann fyrsti fólkavaldi forsetin í Egyptalandi. Hann varð valdur, eftir at einaræðisharrin, Hosni Mubarak, í mong ár hevði sitið við valdið. Mubarak varð koyrdur frá í 2011. Mursi fekk eitt ár í embætinum, og so rak herurin hann frá valdinum aftur. Tað eydnaðist honum ikki at savna landið, og fólk, sum høvdu væntað betri fíggjarlig kor, gjørdust vónbrotin og fóru at mótmæla. 3. juli í ár varð Mursi koyrdur frá. Nú rættarmálið byrjar í Kairo í dag vænta tey mótmælistiltøk. 20.000 politistar eru bidnir at at vera á varðhaldi nærindis rættarbygninginum í sunnara partinum av Kairo. Líkindini at broyta tvískattaavtalurnar við hini norðurlondini eru betri, enn landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, hevði væntað. Í vikuni var hann á fundi í Oslo við sínar norðurlendsku starvsfelagar, og har segði hann, at tvískattasáttmálin er í andsøgn við norðurlendsku vælferðarskipanina. Norðurlond veita sínum borgarum nógvar skattafíggjaðar tænastur, men hinvegin sigur avtalan, at skatturin skal rindast, har persónurin arbeiðir, og ikki har hann býr. Tað sigur Lars Bracht Andersen, lektari og serfrøðingur í WTO rætti á universitetinum í rhus, við Politiken. Danmark hevur givið Føroyum fulltrú til at kæra ES fyri WTO, tí ES hevur sett í gildi handilsforðingar móti Føroyum. Føroyar eru ikki sjálvstøðugur limur í WTO, so tí noyðast Føroyar at spyrja Danmark, um Føroyar kunnu kæra. Danska uttanríkisráðið hevur avgjørt at geva Føroyum fulltrú. Hetta er heilt óvanligt, sigur Lars Bracht Andersen við Politiken. Danmark hevur ongantíð fyrr brúkt limaskap sín í WTO á hendan hátt. Harafturat er Danmark limur í ES, sum Føroyar ætla at kæra. Men danska stjórnin fær ikki gjørt annað, tí annars viðurkennir stjórnin ikki, at partar av ríkinum, Føroyar og Grønland, ikki eru við í ES, sigur Lars Bracht Andersen. Í august fingu Føroyar fulltrú frá Danmark til at fara í altjóða gerðarrætt við ES. Men at kæra ES fyri WTO er nógv meira quot spektakulert quot , sigur Lars Bracht Andersen við Politiken. Tað var landslæknin, Høgni Debes Joensen, sum mælti til at lata føðideildina í Suðuroynni aftur. Landslæknin hevur víst á, at tað er tryggast, at allar føðingar í Føroyum eru á Landssjúkrahúsinum, tí fakligi førleikin er størri har enn á smáu sjúkrahúsunum. Millum annað er gynækologur og narkosu lækni ikki tøkur reguliga, og ongin barnalækni er á føðideildini í Suðuroynni. Suni Simonsen, formaður í Føroya Handverkarafelag, sigur, at eru útlendsku handverkararnir í føroyskum fakfelag, kann felagið hava eftirlit við, at teir fáa løn eftir føroyskum sáttmála og ikki undirbjóða føroyskar handverkarar. Johan Dahl, landsstýrismaður, at tað verður einki krav, at útlendingar, sum arbeiða í Føroyum, skulu vera limir í føroyskum fakfelag. Men tað verður eitt krav, at teir arbeiða eftir føroyskum sáttmálum. In.fo skrivar, at uppskotið er klárt at leggja fram, men av tí at Poul Michelsen er burturstaddur, verður bíðað at leggja tað fram, til hann er afturkomin. Poul Michelsen umboðar løgtingið á ST aðalfundi í New York, og verður aftur í Føroyum um eina viku. Sambært uppskotinum skulu samkynd kunna giftast borgarligt. Tað merkir, at tað verður ikki álagt kirkjum og samkomum at gifta samkynd. Náttúruvakra økið frá Boðanesi og niðan til niðjasta Hoydal skal latast upp fyri almenninginum. Ein arbeiðsbólkur hevur gjørt eina lendisætlan, sum umfatar eina gøtuskipan við spennandi náttúruupplivingum. Tróndur Leivsson, landsskógarvørður greiðir frá ætlanini Her var spurningurin til Brúkaraumboðið í morgun Eg havi keypt mær eina fartelefon her í býnum. Telefonin riggaði ikki sum hon skal, so eg lati hana inn á verkstaðið, har eg havi keypt telefonina. Sigast skal, at eg havi garanti uppá hana. Nú sigur handilin, har eg keypti telefonina, at einki feilti telefonini, men fyri at tað ikki skuldi vera nakar ivi, so hava teir uppdatera software. Fyri hetta skal eg gjalda 275 krónur Er hetta rætt tá eg havi garanti uppá telefonina Vh. Ein lurtari Morgungesturin í morgun var Monika Stauss Joensen, sum í einari nýggjari bók hugleiðir um Leirvík, har hon býr í dag og Sveis haðani hon er ættað. Bókina kallar hon Edelweiss og sólarkaffi eitt sindur av hvørjum úr Sveis og úr Føroyum. Tá tað hevur eydnast at fáa Fólkaflokkin at góðtaka 200 milliónir krónur í tilfeingisgjøldum, fer tað eisini at eydnast at sannføra Fólkaflokkin um, at fiskirættindi kunnu seljast á uppboðssølu. Samgonguflokkarnir eru aftur farnir at samráðast um eina fiskivinnunýskipan. Sambandsflokkurin hevur gjørt eitt upplegg til samráðingarnar. Fólkaheilsuráðið hevur nú kannað meira enn 600 fólk fyri KOL og typu2 diabetes. Nú verður farið í Vágar, og til ber at lata seg kanna á læknamiðstøðini í Miðvági. Átakið verður gjørt, tí mett verður, at tað ganga einir túsund føroyingar við typu2 diabetes uttan at vita tað. Hetta verður staðfest í diabetes kanning, sum endaði í mai mánaði í ár. Fólkaheilsuráðið hevur sett sær fyri at finna hesi fólkini, sum ikki vita av, at tey eru á vandaleið. Talið fer ivaleyst at vaksa tey komandi árini, samstundis sum støðugt fleiri og eisini yngri fólk fara at fáa sjúkuna. Hetta slagið av diabetes er nær tengt at lívshátti, sigur Fólkaheilsuráðið. Týdningarmiklastu vandatættirnir eru ov lítil rørsla, skeivur kostur og at viga ov nógvt. Ættarbregði hevur eisini týdning, eins og ávís sløg av heilivági kunnu økja um vandan fyri at fáa sjúkuna. Typu2 diabetikarar eru í vanda fyri at fáa ymiskar fylgisjúkur. Fólkaheilsuráðið hevur eisini sett sær fyri at finna teir roykjarar, sum hava KOL kronisk obstruktiv lungnasjúka , ella ldquo roykjaralungu , sum tað eisini verður nevnt. Henda sjúka hevur við sær álvarsligar heilsuligar avleiðingar fyri tey, sum fáa hana. Royking er atvoldin til 85 90 av øllum tilburðum av KOL. Vandin fyri at fáa KOL er tengdur at teimum sokallaðu pakkaárunum. Eitt pakkaár er 20 sigarettir dagliga í eitt ár. Umframt royking kann arbeiðsumhvørvi eisini í ein ávísan mun hava við sær KOL. Rættarmálið móti fyrrverandi egyptiska forsetanum, Mohammed Mursi, er vorðin ein glantrileikur. Stutt eftir, at hoyringin í rættarhølinum byrjaði, noyddist dómarin at bróta rættarmálið av, tí 14 onnur fólk, sum eru eisini eru ákærd, fóru at rópa rakstrarróp, sigur almenna egyptiska sjónvarpið. Rættarmáli verður tikið uppaftur 8. januar, og tá verður tað flutt til Tora fongslið í Kairo, skrivar Reuters. Áðrenn rættarfundurin varð slitin, segði Mohammed Mursi, at hann er rættvísi, politiski leiðarin í Egyptalandi. Mursi er ákærdur fyri at hava eggjað til, at fólk vórðu dripin, tá tey mótmæltu forsetanum í fjør. Frákoyrdi forsetin hevur ikki verið at sæð alment, síðani hann varð tikin 3. juli. BBC sigur, at egyptiska sjónvarpið tekur viðgerðina av rættarmálinum upp, men viðgerðin verður ikki send beinleiðis. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur í dag havt fund við norska fiskimálaráðharran Elisabeth Aspaker. Tað var fyrsti fundur teirra millum, og fyrsti fundurin norski fiskimálaráðharrin hevði við ein útlendskan ráðharra. Á fundinum nýttu fiskimálaráðharrarnir báðir høvi til at viðgera áleikandi mál landanna millum, eitt nú málini um makrel, norðhavssild, sínámillum fiskirættindi og Svalbard, sigur Fiskimálaráðið í tíðindaskrivi. Jacob Vestergaard sigur, at fundurin fór fram í einum jaligum anda, ið var uppbyggjandi og álitisskapandi fyri viðurskiftini millum Føroyar og Noreg. Eftir ætlan fara Jacob Vestergaard og Elisabeth Aspaker at hittast aftur, so skjótt avgerandi framstig eru gjørd viðvíkjandi strandarlandasamstarvinum um norðhavssild og makrel. So bersøgið er Samtak, nú landsstýrið um vikuskiftið var í ferð við at fara í tingið við sáttmálatrætuni millum Lønardeildina og yvirmannafeløgini. Tað er út um alt mark, at almenni arbeiðsgevarin støðugt skal hava eina hóttan um, at makkar tú ikki rætt, so verður sáttmálin lóggivin, sigur Samtak. Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum kom fríggjakvøldið við einum nýggjum útspæli til samráðingarnar, og tað er hetta útspælið, Maskinmeistarafelagið og Skipara og Navigatørfelagið í løtuni sita og meta um. Terji Sigurðsson, semingsmaður, sigur við Kringvarpið í dag, at semingsmenninir fara væntandi at kalla partarnar saman mikudagin. Landsstýrið hevur í dag kært handilsstongsulin hjá ES til WTO, heimshandilsskapin. Landsstýrið er av teirri sannføring, at handilstiltøkini hjá ES stríða móti fleiri grundleggjandi ásetingum í WTO sáttmálanum. Tiltøkini hjá ES eru brot á ásetingarnar hjá WTO. ES tiltøkini eru ikki ætlað at verja fiskastovnarnar, men hava til endamáls at verja egin áhugamál. Í altjóða høpi eru Føroyar ein lítil tjóð, meðan ES er eitt stórveldi. Tá ið ES brýtur so grundleggjandi handilspolitiskar ásetingar, er neyðugt hjá Føroyum at brúka tey amboð, sum kunnu loysa slíkar trætur, sigru Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, í tíðindaskrivi. Føroyar eru ikki sjálvstøðugur limur í WTO, og tí verður tað formliga Danmark vegna Føroyar, sum kærir ES til WTO. Tað verður kortini landsstýrið, ið fer at viðgera málið vegna Føroyar. Arbeiðið at byggja húsið byrjaði í august í fjør, og leygardagin verður húsið tikið alment í nýtslu. Tað stendur á havnalagnum í Odense. Steen Møller, sum er formaður í mentunarnevndini í Odense kommunu, og eisini formaður í nevndini fyri húsið, sigur, at húsið er bygt eftir ynski frá teimum íslendingum, føroyingum og grønlendingum sum búgva á Fyn. Húsið gevur samstundis dønum høvi at síggja mentan sum bindur Føroyar, Ísland og Grønland saman. Tá húsið letur upp leygardagin verður millum annað málningaframsýning við kendum listaverkum úr norðuratlantshavi, og eitt stórt manskór fer at syngja føroyskar, íslendskar pg grønlendskar sangir. Føroyskur dansur verður eisini á skránni. 1. juni 2015 skal allur matur, sum verður seldur vinnuligt, løggildast. Undantakið í matvørulógini gongur út og tað kann gerast ein vanlukka fyri føroyska matferðavinnu. Tað heldur í øllum førum matrithøvundurin Mortan í Hamrabyrgi. Stjórin á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, svarar í sjónvarpsstovuni. Føroyar skulu hava heilsudeplar, har fleiri fakfólk innan heilsuverkið skulu arbeiða, og har borgarin kann verða kannaður og viðgjørdur. Tað stendur í frágreiðingini um heilsunýskipanina, sum Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, fer at leggja fyri tingið í morgin. Ætlanin er, at býta Føroyar í eindir, sum skulu hava hvør sín heilsudepil. Á hesum heilsudeplum skulu vera kanningar og viðgerðir, sum kunnu vera aðsratsaðni enn á sjúkrahúsum, stendur í frágreiðingini. Ætlanin er, at fleiri yrkisbólkar í heilsuverkinum skulu starvast har, eitt nú kommunulæknar, sjúkrarøktarfrøðingar, heilsufrøðingar, kostfrøðingar, sálafrøðingar, ljósmøður osfr. Fyri heilsuverkið verður fyrimunurin, at fleiri viðgerðartilboð heilt ella partvíst kunnu gevast aðrastaðni enn á sjúkrahúsum Fyri borgaran verður fyrimunurin tann, at tað verður lættari at fara til kanningar ella fáa viðgerðir, heldur Heilsumálaráðið. Men starvsfólk mugu lagast til broytingarnar. Í frágreiðingini stendur, at ein fyritreyt fyri at fáa fult gagn av umskipanini er, at tað verða framdar neyðugar tillagingar í galdandi setanar og lønarviðurskiftum hjá nøkrum starvsfólkum. Hetta skal gerast við at umskipa starvs og setanarviðurskiftini, so øll heilsustarvsfólk hjá tí almenna verða javnsett, og umskipanin fer at hava við sær, at møguleiki verður at spara eina mundandi upphædd í rakstarútreiðslum samanborið viðl galdandi skipan, stendur í frágreiðingini. Tað, sum verður spart, kann síðani nýtast til at seta onnur heilsustarvsfólk í starv, og tá kann hetta gerast innan fyri somu játtan, stendur í frágreiðingini. Landstýrismaðurin mælir til, at ein royndarskipan verður gjørd við einum heilsudepli á Sandi í 2014, tí har er heimatænastan longu ein samankoyrd skipan, og allir borgarar í Sandoynni og í Skúvoy hava sama kommunulækna. Hóast heimshandilsfelagskapurin, WTO, gevur Føroyum viðhald í kæruni um, at ES hevur sett tiltøk í verk ímóti Føroyum, fær tað neyvan annan týdning, enn at Føroyar kunnu leggja toll á vørur, sum koma úr ES til Føroya. Orsøkin er, at WTO lítið og einki hevur at siga í stríðnum ímillum Føroyar og ES um uppsjóvarfiskin. At tollur verður lagdur á vørur úr ES, er neyvan nakað, sum fólkið tekur undir við, sigur lektarin. Fáa Føroyar viðhald í kæruni, so fær tað neyvan nakran búskaparligan týdning fyri ES, men samveldið kann koma undir politiskt trýst fyri at halda tær avtalur, sum eru gjørdar. Tað er trúvirðið hjá ES, sum er avtalupartur, ið hevur týdning fyri samveldið, sigur Lars Bracht Andersen. Tapir ES málið, kann WTO loyva Føroyum at leggja revsitoll á vørur úr ES, men tað verður WTO, sum ásstur revsitollin. Heimshandilsfelagskapurin hevur ikki nakran dómstól, men eina nevnd at loysa ósemjur. Tey sum manna nevndina eru ikki dómarar, men úrslitið minnir um ein dómsúrskurð. Fyrsta stigið er, at partarnir skulu hoyrast. Finst eingin loysn á tann hátt, verður nevnd sett, sum skal loysa málið. Tá eru tveir møguleikar. Fyrst kemur ein nevnd til eina niðurstøðu, sum partarnir kunnu velja at góðtaka, ella at vraka. Hendir tað, verður ein nevnd aftrat sett at loysa málið. Avgerðin hjá tí nevndini er endalig. WTO miðar eftir, at tað skal ikki taka meiri enn eitt hálvt ár at taka avgerð í hvørjari av nevndunum. Tað merkir, at ein úrskurður frá fyrru nevndini kemur um eitt hálvt ár ella so. Verður onnur nevndin sett, tekur tað eitt hálvt ár aftrat. Men tað eru dømi um, at mál, sum WTO hevur viðgjørt, hava tikið meiri enn trý ár, skrivar Ekstrablaðið. Vinna Føroyar málið, kann WTO loyva Føroyum at leggja revsitoll á vørur úr ES. Tað er vanliga mannagongdin, sum heimshandilsfelagskapurin nýtir fyri at revsa lond, sum bróta fríhandilsavtalurnar. ES kann velja at rinda Føroyum revsitollin, og síðani kunnu revsiatgerðirnar halda fram sum nú. Vinnur ES málið, so kunnu revsiatgerðirnar halda fram uttan revsitoll, skrivar blaðið. Hanna Jensen í Framsókn er ikki samd við Helga Abrahamsen. Føroyar hava ongantíð meira enn nú brúk fyri at reka sín egna uttanríkispolitikk, sigur hon. Í lógini stendur nevniliga at føroyskt seyða og neytakjøt er undantikið ásetingunum í galdandi matvørulóggávu til 1. juni 2015. Føroyska matvørulógin er frá 2010 og tá ið hon var sett í gildi, varð avgjørt at geva føroyskum siðbundnum seyða og neytakjøti eina tíðarfreist til at skipa vinnuligu søluna eftir lóggávuni. Í lógini er eitt nú krav um løggilt sláturhús og um løggildar hjallar. Tað hevur við sær, at tað er ikki loyvt at selja seyða og neytakjøt eftir 1. juni 2015 til matstovur ella handlar, um kjøtið ikki er slaktað í einum løggildum sláturhúsið og turkað í einum løggildum hjalli. Mortan í Hamrabyrgi óttast at nýggju reglurnar fara at drepa føroyska fjølbroytnið í siðbundna føroyska matinum. Tí at tað verða einans nøkur fá sláturhús og nakrir fáir hjallar, sum fara at vera løggild. Bárður Enni, stjóri á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, svaraði uppá atfinningarnar í sjónvarpsstovuni. Føst ogn er ikki altíð besta íløgan. Í øllum førum selur Tórshavnar kommuna ein bygning, hon keypti í 2007 fyri sjey milliónir krónur, og umvældi fyri eina lítla millión aftrat, eftir hæli. Nú er søluprísurin 5,5 milliónir krónur. Tórshavnar Kommuna hevur fyribils sett fýra bygningar á sølulista. Næstu árini er ætlanin at selja fleiri av teimum 90 bygningunum, sum kommunan eigur. Vit hava fingið bræv frá beiggjunum, sum búgva í Peruhúsinum í Havn, teir eita Magnus og Pætur. Teir hava ein hund, sum eitur Hulda, og ein ravn, sum eitur Gorpur. Lidnu vørurnar geva framvegis undirskot. Men góði laksaprísurin ger, at úrslitið hjá Bakkafrosti eisini var gott í triðja ársfjórðingi. Úrslitið var 244 milliónir krónur í vinningi fyri skatt og 200 milliónir eftir skatt, kunnger Bakkafrost í morgun. Til 1.oktober var úrslitið 553 milliónir fyri skatt og 451 milliónir eftir skatt. Men deildin, sum ger lidnar vørur, hevði 20 milliónir krónur í halli í triðja ársfjórðingi. Orsøkin er tann høgi prísurin, sum deildin noyðist at lata fyri laksin. Eftirspurningurin eftir laksi er størri enn útboðið. Tí hækkar prísurin. Og prísurin fyri lidnar vørur er avtalaður hálvt ella heilt ár frammanundan í sølusáttmálum. Bakkafrost seldi 11.335 tons av laksi og setti 2,8 milliónir smolt út í triðja ársfjórðingi í ár. Havsbrún hevði 43 milliónir krónur í vinningi av rakstrinum í triðja ársfjórðingi, átta milliónir meira enn í fjør. Havsbrún hevur keypt meiri fisk í ár, og hevur tí kunnað gjørt mjøl og lýsi umframt laksafóður. Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, í svari til Kári P. Højgaard, løgtingsmann. Kári P. Højgaard spurdi um friðing og royndarveiðu á Føroya banka. Í sendingini Radaranum í Útvarpinum í síðstu viku fýltust línumenn á, at teir sleppa ikki at royna á Føroya banka fyri at vita, um toskur fæst við línu har, hóast at kalla eingin toskur fæst við troli. Lína hevur verið forboðin á Føroya banka síðani 2008. Landsstýrismaðurin ásannar, at tað er torført at siga, um friðingarnar á Føroya banka hava havt sjónliga positiva ávirkan á fiskastovnarnar har. Men Havstovan og ICES mæla frá at fiska tosk á bankanum. Í ár hava sjey smáir útróðrarbátar fingið loyvi at royna við snellu á Føroya banka. Teir vóru 18 í 2010. Tað kann vera ein ábending um, at minni er at fáa, tá áhugin fyri at royna er minkaður so nógv, sigur Jacob Vestergaard. Børn, sum eru við í heilsukanningum, eiga ikki at gjalda skatt av teimum 500 krónum, tey fáa frá Deildini fyri arbeiðs og almannaheilsu. Skattur verður ikki kravdur av pengunum, sum børnini fáa fyri millum annað at lata blóðroyndir til heilsukanningar, men nú skal hetta staðfestast í lógini. Og skattafríkortið hjá børnum og ungum, sum fáa hækkað barnagjald, skal ikki brúkast til barnagjaldið. Hækkaða barnagjaldið frá tí foreldrinum, sum ikki býr saman við barninum, fer umvegis P talið hjá barninum. Og tað fer tí av fríkortinum hjá barninum. Tað verður goldið sum A inntøka hjá barninum ella tannáringinum. Hesi børnini fáa tí minni burturúr enn javnaldrarnir, sum arbeiða, tí barnagjaldið fer av fríkortinum. Tí er lítið ella einki eftir av fríkortinum til løn. Broytingin fer at kosta landinum 50.000 til 100.000 krónur í mistum skatti um árið og kommununum 100.000 til 150.000 krónur Vanligt barnagjald er skattafrítt. Og tað v erður hækkaða barnagjaldið eisini eftir nýggjár, tá lógarbroytingin er komin í gildi. Almannamálaráðið, sum fekk lógaruppskotið til hoyringar, undrast á, at ein fyrisitingarlig mannagongd hevur verið avgerandi fyri, at ein inntøka sum hækkað barnagjald hevur verið skattskyldug. Í viðmerkingunum hjá Fíggjarmálaráðnum til lógarbroytingina stendur, at hóast tað má ásannast, at galdandi lógartekstur kann lesast soleiðis, at hækkað barnagjald er skattafrítt, hevur fyrisitingarliga mannagongdin verið tann, at hækkað barnagjald verður roknað upp í skattskyldugu inntøkuna hjá barninum. Riitta Ikonen úr Finnlandi og Karoline Hjorth úr Noregi eru í Føroyum hesa vikuna og taka myndir. Eldri fólk, sum hava hug at vera við í verkætlanini, kunnu ringja til teirra á telefon 00358 45678 2480 Andstøðan í kommunustýrinum á Sandi leggur meirlutan í kommununi undir at hava søplað peningin til nýggjan kirkjugarð burtur við tí úrsliti, at tey deyðu nú quot verða løgd upp í rúgvu quot í ovurfylta gamla kirkjugarðinum í bygdini. Brandur Sandoy, borgarstjóri, vísir ákærunum frá sær og sigur, at peningurin er brúktur til barnagarð og trivnað, og hann lovar, at nýggjur kirkjugarður stendur klárur til brúks 1. januar 2015 Rósa Samuelsen, forkvinna í løgtingsins trivnaðarnevnd, finst at Bústøðum fyri, hvussu fólk verða raðfest á bíðilistanum til nýggju leiguíbúðirnar. Rósa Samuelsen heldur, at Bústaðir hava ov lítið samstarv við kommunur og land um byggingina av leiguíbúðunum kring landið. Í Kaffihúsinum í morgun hittust John Johansen, sum arbeiðir á Sendistovuni og Anfinn Nielsen, sangari til eitt prát. Tað var John sum fegin vildi hitta Anfinn, sum er kendur fyri sínar landaplágur eitt nú Sirkus Tinganes. Slakir 4000 føroyingar hava í dag onga eftirlønarskipan. Men eftir árslok er tað ein skylda hjá øllum at stovna eina eftirlønarkontu, sum eftirlønargjaldið skal rindast á. Men hvørji eru hesi 4000 fólkini og hvat hendir, um eingin eftirløn verður goldin um tveir mánaðir Vit tosaðu við Eyðun Mørkøre, stjóra á Taks í morgun. Óvissa um nýggja vegin oman fyri Skálafjørð hevur nú fingið landsstýrismannin í fíggjarmálum at biðja løgtingið strika verklagslógina frá 2009 um vegin. Orsøkin er, at lógin kann forða fyri, at tær sjey milliónirnar, sum eru játtaðar í ár, verða brúktar. Lógin frá 2009 sigur, at vegurin má ikki kosta meira enn 43,5 milliónir krónur Arbeiðið varð boðið út í november í 2009. Men tá tað gjørdist greitt, at arbeiðið fór at kosta 55 milliónir, varð verkætlanin avblást. So varð roynt aftur í ár. Men tað gjørdi bara ilt verri, tí nú var kostnaðurin komin upp í 70 milliónir. Nú er ætlanin at brúka tær sjey milliónirnar, sum eru játtaðar í ár, til busssteðgipláss og støðið undir rundkoyring og nýggja íbinding Millum Fjarða. Kjakið í sjónvarpinum kvøld eftir Dag amp Viku snýr seg um heilsunýskipanina, sum Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, leggur fyri tingið í dag. Gestir eru Karsten Hansen, landsstýrismaður, og Bjørt Samuelsen, tingkvinna og framsøgufólk í heilsumálum, fyri Tjóðveldi. Í sendingini hoyra vit Robert McBirnie greiða frá um nakrar tættir, sum hann hevur yrkt. Hann greiðir eisini frá, hvørji mørk hann hevur, tá ið hann yrkir ein tátt. Bakkafrost boðaði í farnu viku frá, at illgruni var um at amøban var í alibrúkinum í Fuglafirði, men nú er váttað, at amøban, sum kann elva til táknusjúkuna AGD, er staðfest í fýra ymiskum alibrúkum í Føroyum. Havbúnaðarfelagið ávaraði longu fyri einum ári síðan um, at barlastvatn hjá skipum kundi elva til, at føroyska alvinnan fekk nýggja sjúku, AGD, at dragast við. Havbúnaðarfelagið mælti til at skip fingu forboð fyri at tøma barlastvatn innanfyri 12 fjórðingar og at skip skuldu skifta barlastvatn uttanfyri 12 fjórðingar. Er tað í lagi, at børn ikki hava skúlating at gera heima Tað spyr ein mamma í dag. Mamman fýlist á, at stórur munur er á, hvat børnini fáa av uppgávum at gera heima, hóast tey ganga á sama skúla. Dótturin, sum gongur í 8.flokki, hevur altíð havt nógv skúlating, tey hava gjørt verkætlan, skrivað stílar, lisið enskt og tjúkkar føroyskt og danskar skaldsøgur, síðani tey gingu í 4.flokki. Men dótturin í 6.flokki, hevur ongantíð skúlating. Hon er annars ein genta, sum tímur væl at lesa, og er rættuliga disiplinerað. Hon saknar at gera skúlating, og tað geri eg eisini, tí eg haldi, at børn læra nógv heima við hús, og at tey fáa eitt gott arbeiðslag, tá ið tey gera skúlating. Eri ørkymlað, og vænti, at hon verður dovin, og at hon og hini í flokkinum, fáa sjokk, tá ið tey koma í eldri flokkar, tí tá verður tað kravt meira av teimum. Dótturin heldur sjálv, at tað er keðiligt, tí systurin situr og ger skúlating, og vit práta um tað, sum hon lesur og skrivar. Tað er jú ikki líka avbjóðandi at lesa, tá ið tú ikki noyðist at gera tað til skúlan. Haldi eisini, at tað er løgið, at so ymisk krøv verða sett flokkum í sama skúla, og at onkrir lærarar vilja geva næmingum avbjóðingar, meðan aðrir balla teir inn í vatt. Sandoyar Sýslu Javnaðarfelag verður ikki tikið av nú, og stendur tað til forkvinnu felagsins, Gudny Hentze, verður felagið als ikki tikið av. Í farnu viku hótti næstformaðurin, Tummas Frank Joensen, við at avtaka felagið, varð Gerhard Lognberg tveittur úr Javnaðarflokkinum. Leygardagin samtykti floksleiðslan í Javnaðarflokkinum at koyra Gerhard Lognberg úr flokkinum, men einki uppskot um at avtaka lokalfelagið í Sandoynni er lagt fyri nevndina, sigur forkvinnan í Sandoyar Sýslu Javnaðarfelag, við Dag amp Viku. Tummas Frank Joensen, næstformaður í felagnum átti hóttanina, og hann sigur við Dag amp viku, at hann stendur við hana enn. Nevndin hevur ikki avgjørt, nær næsti aðalfundurin verður. Stóra fólkaminkingin við Gjógv fyllir sum vera man nógv hjá gjáarfólki. Asfinn Sigvardsen, sum vísir okkum runt í bygdini, minnist, tá tað búðu omanfyri 200 fólk við Gjógv. Nú er fólkatalið umleið 30. Asfinn Sigvardsen hevur savnað millum 2000 og 3000 staðarnøvn við Gjógv, og nú kunnu onnur eisini fáa gleði av hesum á netinum. Harafturat hevur hann heimasíðuna bygdin.fo letur upp í nýggjum kaga , sum fylgir gjølla við øllum, ið hendir við Gjógv, bæði í myndum og í skrift. Hjúnini Friðrika og Jóhan Kristiansen trívast væl við Gjógv, men tey halda bæði, at tunnil er ein avgjørd fyritreyt, um bygdin skal mennast aftur sum bygd. Friðrika hevur saman við øðrum verið í Íslandi og vitjað útjaðaran har, fyri at fáa íblástur. Nógv nýggj summarhús eru við Gjógv. Men eldri hús verða eisini brúkt sum summarhús. Eitt teirra er Jógvansstova, sum eru elstu húsini í bygdini, 180 ára gomul. Systrarnar Kristina Christiansen og Marjun Jógvansdóttir greiða frá Jógvansstovu. Oddvør Debes Johannesen hevur gjørt blóðpylsu til døgurða, og vit hitta eisini elsta mannin í bygdini, 85 ára gamla Poul Sigurd Kristinasen, sum dregur hoyggj til hornaseyðin, og Erling Joensen, sum hevur tikið lamb í Gráfelli og fer at fletta. Frágreiðingin um nýskipan av heilsuøkinum viðger ikki eyma spurningin um tey trý sjúkrahúsini og tær viðgerðir, sum skulu verða á teimum í framtíðini. Tað er púra tilvitað, tí annars hevði alt druknað í lokalum sjúkrahúskjaki, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður, sum fyrrapartin legði frágreiðingina á tingborð. So leingi nýggj avtala ikki er gjørd, eiga øll londini at halda seg til gomlu avtaluna og ikki taka sær størri kvotu enn býtið í teirri avtaluni sigur. Við tíðindastovuna NTB sigur Elisabeth Aspaker, at einki land eigur av sínum eintingum at áseta sær størri kvotur, sum gera, at meira verður fiskað enn fiskifrøðin heldur vera ráðiligt. Støðan í norska fiskimálaráðnum móti Føroyum og Íslandi er tí ikki broytt, hóast Norra hevur fingið nýggja stjórn og nýggjan fiskimálaráðharra. Tað sigur Katrin Kallsberg, serlækni í kvinnusjúkum, sum starvast á Landssjúkrahúsinumm, nú Karsten Hansen hevur gjørt av ikki at flyta føðideildina á Suðuroyar sjúkrahúsi til Havnar. Tilbúgvingin er betri á Landssjúkrahúsinum enn á Suðuroyar sjúkrahúsi, um okkurt gongur galið undir einari føðing, sigur Katrin Kallsberg. Landið hevur fyrstu tíggju mánaðirnar í ár fingið 19,5 milliónir krónur fleiri enn sama tíðarskeið í fjør. Tað vísir ein skattauppgerð hjá TAKS. Landið hevur higartil í ár fingið 1,03 milliardir krónur í skatti, og sammett við í fjør er landsskatturin 1,9 hægri enn um somu tíð í fjør. Føroysku kommunurnar hava higartil fingið eitt vet minni í skatti fyrstu tíggju mánaðirnar í ár samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Kommunurnar hava higartil í ár samanlagt fingið eina milliard og 182 milliónir krónur í skatti, og tað eru tríggjar milliónir krónur, ella 0,3 minni enn sama tíðarskeið í fjør. Fyrstu tíggju mánaðirnar í 2013 eru slakar 194 milliónir krónur komnar í eftirlønarskatti og 32 milliónir í kirkjuskatti. Eftirlønarskatturin er væl hægri enn sama tíðarskeið í fjør, góðar 20 milliónir krónur meira. Eftirlønir, ið verða fluttar uttanlands, vórðu ikki skattaðar fyrra hálvár í fjør, og tí er neyðugt at taka fyrivarni við samanberingargrundarlagnum, tá ið tað snýr seg um eftirlønirnar. Myndugleikarnir vóru ávaraðir móti amøbuni, sum nú er staðfest í Føroyum. Longu fyri tíggju mánaðum síðani segði Havbúnaðarfelagið, at tað er sera umráðandi at bera skjótt at og gera kunngerðir um barlastvatn fyri at verja føroysku alivinnuna. Tað segði Havbúnaðarfelagið í hoyringarskrivi, tí ætlanin var at broyta lógini um havumhvørvi. Havbúnaðarfelagið segði tá, at skip kunnu føra við sær fiskasjúkur millum londini. Tí er bráðneyðugt alt fyri eitt at fáa kunngerðir, sum seta forboð fyri at tøma barlastvatn innan fyri 12 fjórðingar. Landsstýrismaðurin í innlendismálum eigur ikki at bíða eftir altjóða IMO sáttmálanum um barlastvatn, men seta kunngerðirnar í gildi sum skjótast, segði Havbúnaðarfelagið í januar. Í ár ella næsta ár skuldi koma í gildi krøv um reint barlastvatn. Skip, sum ikki virða krøvini, kunnu verða útihýst í londum, sum hava staðfest IMO sáttmálan um barlastvatn. Eingin kunngerð er komin enn, og heldur ikki IMO sáttmálin. Men amøban, Neo para moeba peru rans, er komin. Hon er nú staðfest í fýra alibrúkum í Føroyum. Og tað var júst hendan amøban, sum Havbúnaðarfelagið ávaraði móti í januar. Amøban kann elva til táknusjúkuna AGD. Sjúkan er tó ikki staðfest enn í Føroyum. Havbúnaðarfelagið gjørdi vart við fyri tíggju mánaðum síðani, at serliga tvær sjúkur gera um seg í alibrúkunum í okkara grannalondum. Tær sjúkurnar eru ikki í Føroyum. Men tær kunnu koma higar við barlastvatni úr skipum. Illgruni er til dømis um, at onnur sjúkan, AGD, er komin til Evropa við barlastvatni úr Avstralia, segði Havbúnaðarfelagið í januar. Ikki ber til at siga, at amøban, sum kann elva til AGD, nú er komin til Føroya við barlastvatni. Illgruni er eisini um, at alilaksurin hevur fingið amøbuna frá makreli. Fyritøkan, sum hevur aling í millum annað Kanada, Noregi og í Skotlandi, varð í fjør serliga meint rakt í Hetland, tá hon misti 2500 tons av laksi. Morten Vike, konsernstjóri í Grieg Seafood, sigur, at amøban er torfør at basa, tí higartil veit eingin, hvaðani hon stavar. Hon kann til dømis vera í einum aliringi, meðan eingni amøba eru í ringinum beint við. Tí ber ikki til at siga, at hon smittar á ein ávísan hátt. Bakkafrost hevur havt hálva milliard í avlopi ár, men avlopið fer at minka, nú ein amøba er staðfest í tveimum alibrúkum hjá felagnum. Viðgerðin móti amøbuni er tann sama sum móti laksalúsini. Avgerandi er at finna amøbuna, áðrenn hon ger fiskin sjúkan, sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti. Amøban er staðfest í alibrúkinum í Fuglafirði og í einum laksi á Lambavík, sigur hann. Tað er hugstoytt, at nýskipanin av heilsuøkinum ikki viðger spurningin um tey trý sjúkrahúsini, og ikki leggur upp til gera broytingar í sjúkrahúsbygnaðinum Tað sigur Tummas í Garði, yvirlækni og fyrverandi læknastjóri á Landssjúkrahúsinum. Hann heldur, at tað er neyðugt at umskipa uppgávurnar á sjúkrahúsunum fyri at tryggja, at tænasturnar eru nóg góðar. Tummas í Garði sigur, at Landssjúkrahúsið hevur arbeitt nógv við at gera mannagongdir og góðskutryggja sínar tænastur í samsvari við altjóða krøv. Hann heldur ikki , at hetta arbeiðið verður tikið í álvara av politisku skipanini, tá ein heilsunýskipan ikki viðger spurningurin um at umskipa uppgávunurnar hjá sjúkrahúsunum Fyrrverandi læknastjórin heldur ikki bara, at viðgerðir skulu miðsavnast. Hann vísir eisini á vantandi fakligt samstarv millum sjúkrahúsini. Í heilsunýskipanini verður dentur millum annað lagdur á fyribyrging og endurvenjing. Tað fegnast Tummas í Garði um. Hann heldur at tey smáu sjúkrahúsini hóska væl til hesar uppgávurnar. Í mentanarálmanakkanum frætta vit um fimtu bókina í røðini Lætt amp leskiligt, Economus e, kunningartiltak um norðurlendskar stuðulsmøguleikar, eins og forvitnisliga konsert við heimstónleiki. Í sendingini hoyra vit Elina á Rógvi, Súsonnu Tórgarð, Hanus Kamban, Halldis Joensen, Jóhonnu á Tjaldrafløtti, Elisabeth Akursmørk, Olgu Biskopstø, Ann Ellingsgaard og Fróða Vestergaard. Tað heldur kokkurin, Leif Sørensen, verða avleiðingarnar av herdu krøvunum til sláturhúsini og hjallarnar, sum koma í gildi í juni 2015. Tá verður ikki loyvt at keypa skerpikjøt, ræst kjøt og garnatálg, sum ikki er flett og turkað í løggildum sláturhúsum og hjallum. Vit hava fingið bræv frá Elinborg og Sigrid, sum búgva í Hoyvík. Tær eru BFF, tað vil siga allarbestu vinkonur, sum dáma væl at lesa, spæla borðspøl og at sova saman. Lomvigarnir á fuglaberginum í Den Bl Planet á Amager, háttaðu sær ikki, sum djóraansararnir á staðnum vildu. Tí eru teir nú tiknir av og sendir av landinum. Lomvigarnir høvdu tað við at gera seg inn á fiskin í stóra akvariinum. Vit hava tosað við leiðandi granskaran hjá Den Bl Planet, Peter Gravlund, djórafrøðing. Den Bl Planet er eitt stórt framsýningarhøli við alskyns fiskum, og eisini fuglum, sum er á Amager, nærhendis Oyrasundbrúnna og flogvøllin í Kastrup. Í fjør arbeiddu 422 føroyingar, sum búgva í Føroyum, í øðrum londum. Nógv tey flestu, 276, arbeiða í Norra. Harafturat sigla nógvir føroyingar við útlendskum skipum. Í fjør vóru 179 føroyingar við norskum fiskiskipum. Men nógv fleiri eru við skipum í altjóða skipaskráum. 709 føroyingar vóru við skipum í FAS, sum er føroyska skipaskráin, 353 vóru í DIS, sum er danska skráin, og 365 í NIS og NOR, sum eru norsku skipaskráirnar. Nógv útlendsk skip eru komin í FAS seinastu árini, og í fjør vóru 1373 útlendingar við FAS skipum. Tølini eru í svarinum hjá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, til Reimund Langgaard, løgtingsmann, sum spurdi um føroyingar, sum arbeiða í øðrum londum. Tingmaðurin spurdi eisini um løn og skatt hjá hesum fólkunum. Inntøkan var 600 milliónir hjá sjófólkunum í FAS, DIS og NIS og NOR. Tey, sum arbeiða í landi í Norra, fingu 87 milliónir í løn í fjør. Reiðaríini í FAS fingu 187 milliónir úr landskassanum í fjør. Hetta var skatturin hjá føroyingum og útlendingum, sum eru við FAS skipum. Aðalreglan er at bíða við føroyskum kunngerðum, til altjóða sáttmálar eru komnir í gildi. Og bíðað verður framvegis eftir IMO sáttmálanum um barlastvatn. Tí er eingin føroysk kunngerð komin enn, hóast lógarheimildin at gera kunngerðina kom í vár. IMO, Altjóða sjóvinnustovnurin, samtykti í 2004 sáttmálan um barlastvatn. Sáttmálin kemur í gildi 12 mánaðir eftir at lond, sum umboða 35 prosent av heimsins bruttotonsatali, hava góðtikið og undirskrivað sáttmálan. Men londini, sum higartil hava góðkent sáttmálan, hava bara skip, sum eru 30,38 prosent av heimsins bruttotonsatali. Tí skulu knappliga fimm prosent afturat, áðrenn sáttmálin kann setast í gildi. Fiskimálaráðið hevur fingið umhvørvismálini úr Innlendismálaráðnum. Anni á Hædd, løgfrøðingur í Fiskimálaráðnum, sigur, at í Føroyum er aðalreglan ikki at gera føroyskar kunngerðir, fyrr enn altjóða sáttmálar eru komnir í gildi. Tí annars vera aðrar reglur galdandi fyri føroysk skip enn fyri útlendsk skip. Landsstýrið kann ikki gera kunngerðir um skip undir øðrum flaggi enn føroyskum. Í IMO sáttmálanum er markið fyri at skifta barlastvatn antin 50 ella 200 fjórðingar. Ein føroysk kunngerð hevði havt 12 fjórðingar sum mark, tí longri út røkkur landsstýrið ikki við sínum kunngerðum. Tí hevði ein føroysk kunngerð havt aðrar treytir enn IMO sáttmálin. Barlastvatn kann flyta fiskasjúkur millum lond. Eingin altjóða friðarráðstevna um Sýrialand verður í november. Tað siga keldur, sum standa russisku tíðindastovuni, Itar Tass nær. Í gjár hittust amerikanski og russiski varauttanríkisráðharrin við ST sendimannin fyri Sýria, Lakhdar Brahimi, í Geneve, fyri at fáa greiðu á, nær friðarráðstevnan skal vera. Úrslitið var, at ráðstevnan ikki verður fyrr enn í desember. Russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, sigur, at uppreistrardeildirnar í Sýria, hava sett krøv, sum ikki eru í samsvari við ætlanina við friðarráðstevuni. Hann sigur, at andstøðan hevur kravt, at Iran ikki sleppur við á ráðstevnuna, og at Bashar al Assad, forseti, leggur frá sær. Russland og USA vóru annars samd um, at eingi krøv skuldu setast fyri friðarráðstevnuna, sigur Lavrov. Stórveldini samdust í mai um eina friðarráðstevnu um Sýria, men fleiri ósemjur og nýtsla av eiturvápnum hava steðgað ætlanini higartil. Føroya Fuglafrøðifelag mælir staðiliga frá, at loyvi verður givið til at skjóta grágás. Tað sigur felagið í einum hoyringarsvari til Fiskimálaráðnum, ið er myndugleiki á økijum. Sambært fuglafrøðifelagnum eru enn eingi vísindalig prógv fyri, at grágásin elvir til týðandi fíggjarligan miss hjá bøndrum. Tað er út um alt mark, at almennu Føroyar ætla at geva loyvi at avmarka ein fuglastovn uttan at vitam hvussu stórur stovnurin er, og uttan at kenna til ferðing og annað hjá hesum fuglastovni. Aðrastaðni, har loyvi verða givin at avmarka grágásastovnar, eru regluligar teljingar ein týðandi partur av loyvisgrundarlagnum, sigur felagið í sínum hoyringarsvari, og ger vart við, at tað eru nógvir aðrir møguleikar at styggja grágás enn at skjóta. Lurtari spyr, hví orðið fótur er kallkyn, men føtur kvennkyn. Um tú hevur ein spurning til máltáttin Orð um orð, so ert tú vælkomin at senda teldubræv til gmf kvf.fo Illgruni er um, at smittan stavar frá einum gomlum tilburði á Studentaskúlanum í Hoydølum fyri hálvum øðrum ári síðani, tá smittuverjutilbúgvingin ikki var nøktandi. Nú eru mannagongdirnar broyttar, sigur Bjarni á Steig, leiðari á Medisinska Deplinum og limur í Smittuverjunevndini. Hann leggur dent á, at starvsfólkini á føðideildini, sum fáa viðgerð, smitta ikki onnur. Brandur Sandoy, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, heldur, at broytingarnar í matvørulógini, sum eftir ætlan skulu koma í gildi í 2015, er ov víðgongdar Nýtt uppgávubýti skal gerast millum sjúkrahúsini og teir heilsudeplar, sum ætlanin er at skipa kring landið. Og støða skal takast til, hvør starvsbólkur skal útinna tær, verður sagt í frágreiðingini. Men politikararnir kunnu ikki gera av, hvør skal gera hvat, tí starvsfólk hava autorisatión hvør á sínum øki, sigur Andrias Petersen, kommunulækni. Í áravís hevur verið roynt at tálma útreiðslurnar til heilsuverkið, men mongu eykajáttanirnar prógva, at tað er lættari sagt enn gjørt. Heilsudeplarnir eru ein roynd sama veg, at minka um útreiðslurnar, men spurningurin er, um tað fer at eydnast, heldur kommunulæknin í Gøtu. Jógvan Fríðriksson, bispur, er væl nøgdur við valluttøkuna á kirkjuráðsvalinum í gjár, hóast misjavnt var, hvussu nógv valdu. Oyndfirðingar vóru fjølmentastir, men í Havn vóru fá fólk á vali. Í Havnar kirkju valdu sløk 16 prosent av teimum, sum høvdu valrætt, í Vesturkirkjuni einans 14 prosent. Valluttøkan í Oyndarfirði var umleið 49 prosent. Próstadømisráðið tekur sær serliga av fíggjarligu viðurskiftunum hjá teimum 60 kirkjunum í landinum. Føroya Stiftsstjórn hevur evsta innankirkjuliga valdið, og er yvirskipaður myndugleiki Wilhelm Petersen er 51 ára gamal og útbúgvin civilverkfrøðingur frá DTU. Hann hevur tikið Ph.D á sama universiteti, og hevur harumframt lisið búskap á CBS. Wilhelm Petersen hevur drúgvar leiðsluroyndir frá fíggjarstovnum og innan oljuvirksemi. Eisini hevur hann mannað nevndarsessir í fleiri størri vinnufyritøkum. Seinasta hálva annað árið hevur Wilhelm Petersen verið lærari á Vinnuháskúlanum. Hann hevur eisini undirvísingaroyndir frá DTU og Fróðskaparsetrinum. Landsstýrið hevur til fánýtis gjørt fleiri royndir at fáa pengar frá Danmark fyri føroyingarnar, sum sigla við skipum í DIS, donsku altjóða skipaskránni. Sum er fáa hvørki landskassin ella kommunurnar eina krónu av hýruni hjá føroyingum, sum eru við DIS skipum. Í fjør vóru stívliga hálvt fjórða hundrað føroyingar við DIS skipum. Teir fingu 148 milliónir krónur í hýrum. Samhaldsfasti fekk tvær milliónir krónur frá teimum. Men skattur var eingin í Føroyum. Áðrenn DIS kom, fingu Føroyar pengar frá Danmark fyri føroyingar, sum vóru í danska handilsflotanum. Í 1986 til dømis flutti danski staturin Føroyum 11,6 milliónir krónur, sum var skatturin hjá føroyingunum. Tá DIS so kom, royndu føroyskir myndugleikar at fáa endurgjald fyri mista skattin við tí grundgeving, at DIS var ein stuðul til danska handilsflotan, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, í svari til Reimund Langgaard, løgtingsmann. Hesin stuðul kom í seinasta enda danska statinum til góðar. Føroyar fingu endurgjald fyrsta árið, men hava síðan einki fingið, hóast spurningurin fleiri ferðir er reistur, seinast á fundi í september í fjør millum Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharra, og táverandi danska skattamálaráðharran, Thor Møger Petersen. Fleiri heilsugóð eru í tvøsti og spiki, vísir frágreiðing, sum Náttúruvísundadeildin hevur gjørt. Hetta stendur í andsøgn við heilsuyvirlýsingina frá landslæknanum. Hoyrið hvat Hóraldur Joensen, sum hevur gjørt kanningina, og Pál Weihe, leiðari á deildini fyri almanna og arbeiðsheilsu, siga. Fjøllini eru vælgingin seinastu árini. Ikki bara um heystið, men hvør ger av, hvør kann ganga í hvørjum haga og nær Kjak millum ognara og brúkara. Eisini er orðaskiftið um, hvørs tað var rætt at gera Føroyar til eitt valdømi, at kyksilvurinnihaldið er hækkandi í bæði fiski og fugli, og at føroyska pensjónsuppsparingin er alt ov lág, og tí er fíggjarliga haldførið í vanda. Grækaris Djurhuus Magnussen, Solby Christiansdóttir og Kári Sólstein leggja tilrættis. Trýstið á vælferðartænasturnar til eldraøkið veksur, og fer at vaksa langt fram í tíðina. At samgongan avgjørdi at forskatta pensjónirnar fyri at fíggja flatskattin, hevur ikki gjørt avbjóðingina lættari. Tað sigur formaðurin í Búskaparráðnum, Sverri Hansen, sum nú ger eina nýggja framskriving av fólkasamansetingini, og síðani fer at greina, hvussu haldførið í føroyska búskapinum er. Teldilin er vorðin eitt hent amboð hjá skúlanæminginum at nýta. Men tøkniligu hentleikarnir hava eisini sín prís. Og tað er ógreitt, hvør skal rinda fyri hann. Av einari inntøku upp á eina milliard og 50.000 krónur fingu Føroyar 80 milliónir í skatti og arbeiðsmarknaðargjøldum í fjør. Talan er um føroyingar, sum sigla við skipum í altjóða skipaskráum, eitt nú FAS, ella arbeiða á landi uttanlands føroyingar, sum búgva í Føroyum. Nógv, sum arbeiða uttanlands, arbeiða eisini í Føroyum, tá tey eru heima. Fyri tær inntøkurnar, 150 milliónir krónur, fingu landið og komunurnar millum 70 og 80 milliónir í fjør. Samanumtikið góvu ein milliard og 200 milliónir krónur góðar 160 milliónir í landskassan og kassarnar hjá kommununum, ALS, Samhaldsfasta og Barsilsskipanini í fjør, sambært tølum hjá Fíggjarmálaráðnum. Men, leggur Fíggjarmálaráðið afturat, so verður mett, at landið fær 175 milliónir krónur í avgjøldum frá føroyingum, sum arbeiða uttanlands. Og so tað, sum kemur undir avleiddar inntøkur. Eftir goldnan útlendskan skatt og endurgjald til FAS reiðarí, koma 800 milliónir krónur inn í føroyska búskapin. Tær skapa økt virksemi í føroyska samfelagnum og tá eisini øktar skatta og avgjaldsinntøkur til land og kommunur. Men ongar metingar eru, sum siga, hvussu nógvar pengar, her er talan um. Í fjør arbeiddu 422 føroyingar, sum búgva í Føroyum, í øðrum londum. Nógv tey flestu, 276, arbeiða í Norra. Harafturat sigla nógvir føroyingar við útlendskum skipum. Í fjør vóru 179 føroyingar við norskum fiskiskipum. Men nógv fleiri eru við skipum í altjóða skipaskráum. 709 føroyingar vóru við skipum í FAS, sum er føroyska skipaskráin, 353 vóru í DIS, sum er danska skráin, og 365 í NIS og NOR, sum eru norsku skipaskráirnar. Nógv útlendsk skip eru komin í FAS seinastu árini, og í fjør vóru 1373 útlendingar við FAS skipum. Tølini eru í svarinum hjá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, til Reimund Langgaard, løgtingsmann, sum spurdi um føroyingar, sum arbeiða í øðrum londum. Tingmaðurin spurdi eisini um løn og skatt hjá hesum fólkunum. Inntøkan var 600 milliónir hjá sjófólkunum í FAS, DIS og NIS og NOR. Tey, sum arbeiða í landi í Norra, fingu 87 milliónir í løn í fjør. Reiðaríini í FAS fingu 187 milliónir úr landskassanum í fjør. Hetta var skatturin hjá føroyingum og útlendingum, sum eru við FAS skipum. Nýggja røktarheimið í Klaksvík, Heimið við Vágna , verður tikið í nýtslu leygardagin. Almenn móttøka verður klokkan 14, tá høvi verður at síggja bygningin. Millum teirra, sum fara at halda røðu, eru Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, Jógvan Skorheim, borgarstjóri, Óluva Klettskarð, forkvinna í Trivnaðarnevndini Eldri amp Bústaðir, og Eyðun Mohr Hansen, virkandi stjóri í Almannaverkinum. Tríggjar búeindir Klaksvíkar býráð samtykti í juni 2010 at byggja nýtt røktarheim. Bygningurin er skipaður í trimum búeindum. Í hvørjari eind eru átta rúm við te køki og baðirúmi, har dentur er lagdur á heimligar umstøður. Til hvørja eind er felags køkur og uppihaldsstova, umframt onnur rúm til starvsfólk, goymslu og annað Fyrilesturin er grundaður á ritgerðina quot Portraying Hope. A study among women newly diagnosed with gynaecological cancer quot Ritgerðin er ein fænomenologisk kanning, sum hevði til endamáls at lýsa royndir av vón hjá kvinnum, ið nýliga vóru diagnostiseraðar við undirlívskrabba. Úrslitini hava skapt nýggja vitan um vón generelt og lýsa vónina hjá hesum kvinnum, sum vóru nýdiagnostiseraðar við undirlísvkrabba. Og tí hevur nýggja vitanin týdning fyri kliniska sjúkrarøkt. Hendan vísindaliga kanningin er ein tann fyrsta í Norðurlondum, sum kannar vón hjá krabbasjúklingum og tann fyrsta av sínum slag, sum kannar vón á diagnosutíðspunktinum. Semingsstonvurin fór seinnapartin undir seming millum Skipara og Navigatørfelagið og Maskinmeistarafelagið øðrumegin og Fíggjarmálaráðið hinumegin. Semingsroyndin verður gjørd í Skálavík. Terje Sigurðsson, semingsmaður, hevur góðar vónir um, at semja fæst millum partarnar. Stóri stríðsspurningurin snýr seg um hvílitíð og løn. Tað ræsta er eitt serføroyskt matfyribrigdi, og her verður komið inn á, hvussu hetta hevur verið fatað til ymiskar tíðir av fólki úti og heima, til at tað nú er vorðið til eina varðveitingarverda ímynd av føroyskari matmentan í okkara tíð. Spírar á Argjahamri, sum eru skúlabólkur, hevur gjørt eina spennandi verkætlan um rúmdina. Tey hava boðið okkum við at uppliva rúmdina, rúmdarferjur og rúmdarmenn. Tíðliga næsta summar kemur eitt uppskot um, hvussu miðfyristingin skal skipast av nýggjum. Embætisfólk úr aðalráðunum sita við málinum. Tey skulu fyrst gera eina framløgu, sum verður send til hoyringar. Síðani verður ein frágreiðing skrivað og at enda eitt uppskot, sum skal koma næsta summar. Endamálið er at fáa eina bíligari landsfyrisiting samstundis sum fakliga umhvørvið verður styrkt. Uppskot skal eisini gerast um, hvussu landsfyrisitingin skal húsast fyri at fáa sum mest burturúr. Øll, sum arbeiða í einum aðalráði, skulu helst arbeiða í sama bygningi, verður sagt. Í búskaparfrágreiðingini, sum kom í vár, stendur, at landsfyrisitingin kostar 96 milliónir krónur Í flestu aðalráðunum eru færri enn 20 starvsfólk. Hetta ger, at lutfalsliga ov nógv orka fer til umsiting heldur enn til myndugleika og ráðsuppgávur. Tá fyrisitingin er skipað av nýggjum, fer landskassin eftir ætlan at spara fimm milliónir í 2015 og síðani tíggju milliónir krónur um árið. Næsta summar fær politiið í Føroyum betri møguleikar at kanna fólk, sum eru undir illgruna fyri lógarbrot. Landsstýrið vil hava rættargangslógina broytta eftir fleiri áheitanir frá fútanum. Longu í 2001 heitti fútin á landsstýrið um at fáa dagført reglurnar í rættargangslógini viðvíkjandi avlurting. Men tað kravdi, at telefyritøkurnar útvegaðu neyðugu tøknina at lurta við. Semja fekst ikki um, hvør skuldi gjalda. Og so hendi ikki meira tá. Í 2010 vendi fútin sær aftur til landsstýrið og vísti á vantandi møguleikan hjá politinum at avlurta fartelefonir í Føroyum. Í februar í ár sendi Vinnumálaráðið eitt lógaruppskot um broyting í fjarskiftislógini til hoyringar. Broytingin skuldi áleggja telefyritøkum skyldu til at útvega neyðuga útbúnaðin fyri at politiið kann lurta eftir fartelefonum. Í hoyringini kom fram, at politiið sambært rættargangslógini bara kann lurta eftir telefonsamrøðum. Uppskotið hjá Vinnumálaráðnum fevndi eisini um aðra samskiftistøkni. Í apríl vendi fútin sær aftur til landsstýrið og gjørdi vart við, at nú var bráðneyðugt at fáa reglurnar í rættargangslógini dagførdar. Serstakliga, tá rúsevnamál verða kannað, hevur politiið brúk fyri at kunna lurta eftir fartelefonum, segði fútin. Reglurnar, sum eru galdandi í Føroyum, eru tær, sum vóru galdandi í Danmark í 1985. Eisini verður rættargangslógin broytt soleiðis, at skuldsett ella ákærd ikki kunnu vera hjástødd, tá børn verða videoavhoyrd. Ikki bara fútin, men eisini sorinskrivarin, advokatar og borgarar hava biðið landsstýrið síggja til, at rættargangslógin verður broytt. Ragnhard Petersen ásannar, at tað er truplari at varðveita sambandið við skúlaungdóm, tá farið verður úr fólkaskúla á miðnámsskúla Mentamálaráðið søkir nú eftir rektara til Føroya Studentaskúla og HF skeið í Hoydølum frá 1.januar 2014, til skúlin væntandi flytur í Marknagilsdepilin 31.juli í 2016. Rektarin í Hoydølum fær knappliga 50.000 krónur í løn um mánaðin umframt 15 prosent í eftirløn. Umsóknarfreistin er til 19.november á middegi. Í skúlanum í Hoydølum eru 759 næmingar, 104 lærarar og 16 onnur starvsfólk. Mikkjal Helmsdal, sum gjørdist rektari í Hoydølum í 2007, fór í summar í annað rektarastarv í Danmark. Herleif Hammer, vararektari, varð settur í fyribils starv sum rektari á Studentaskúlanum og HF skeiðinum. Mentamálaráðið kannaði í summar, um fyribils setti rektarin kundi halda fram í starvinum til 2016, tá skúlin flytur í Marknagilsdepilin. Allir skúlarnir, sum fara í Marknagilsdepilin, skulu hava felags stjóra. Granskarar í Sveis hava nú almannakunngjørt, at innihaldið av polonium í einstøkum likamslutum á fyrrverandi palestinska forsetanum, Yasser Arafat, var 18 ferðir hægri enn vanligt. Yasser Arafat doyði á einum fronskum sjúkrahúsi í 2004, eftir at hava verið sjúkur leingi. Deyðsorøskin var ongantíð staðfest, og palestinska leiðslan hevur tvíhildið um, at hann var eitraður. Tá tað í fjør varð staðfest, at nógv av geislavirkna evninum, polonium, var í klæðunum, vóru klæðini send til kanningar í Sveis. Úrslitið er nú almannakunngjørt, og granskararnir siga, at tað er mest sannlíkt, at Yasser Arafat var eitraður. Hevði eg verið dómari, so hevði eg sagt, at Arafat var eitraður í november í 2004, sigur ein av granskarunum, David Barcley, við sjónvarpsrásina Al Jazeera. Palestinsku myndugleikarnir hava fleiri ferðir skuldsett Ísrael fyri at hava eitrað Yasser Arafat, men Ísrael hevur víst skuldsetingunum aftur. Eygleiðarar siga seg stúra fyri, at ófriður fer at bresta á í palestinsku økjunum, nú frágreiðingin hjá granskarunum í Sveis er almannakunngjørd. Djóraverndarfelagsskapurin WSPA World Society for the Protection of Animals sær stórar møguleikar hjá ferðafólkavinnuni í Føroyum at mennast við at útnytta havsúgdjórini, sum svimja millum okkara oyggjar. Rógvi Absalonsen arbeiðir fyri felagsskapin, og greiðir frá hvørjar tankar WSPA ger sær um føroyska ferðafólkavinnu og møguleikarnar fyri at menna eina serliga hvala ferðafólkavinnu í Føroyum. Varðhaldið í Mjørkadali og Kriminalforsorgin í Havn eru løgd saman, og hava nú felags leiðslu. Samanleggingin er eitt úrslit av, at Kriminalforsorgin her eins og í Danmark verður skipað av nýggjum. Endamálið er at skapa betri samstarv um felags viðskiftafólk, sum annaðhvørt sita í Varðhaldinum ella Kriminalforsorgin hevur undir eftirliti, og at samansjóða fakligu førleikarnar hjá starvsfólkunum á báðum stovnum. Elkin Klettheyggj, sum higartil hevur verið leiðari á Kriminalforsorgardeildini, er sett sum fyribils stjóri fyri báðar stovnarnar. Hennara uppgáva verður at standa fyri nýskipanararbeiðinum. Dagligu leiðsluna fyri Varðhaldinum í Mjørkadali og Kriminalforsorgardeildini í Havn fara Anna D. Háberg, yvirvaktmeistari, og Eliesar E. Jacobsen, forsorgarfulltrúi, at hava. Felagið Norðfra, sum selur fisk, hevur steðgað einari lutakastkapping á síni heimasíðu, eftir at Brúkaraumboðið hevur víst á, at átakið var í stríð við marknaðarføringarlógina. Brúkaraumboðið fekk fráboðan um, at Norðfra á heimasíðu síni lýsti við lutakastkapping, har møguleiki var at vinna eitt gávukort. Treytin fyri vera við í kappingini var, at keypt varð fyri eina ávísa upphædd. Men í stykki 11 í lóg um marknaðarføring stendur, at søla av vørum ella tænastum til brúkarar má ikki stimbrast við møguleika fyri vinningi frá luttøku í lutakasti, virðislønarkappingum ella øðrum tiltaki, hvørs úrslit byggir á tilvildina, um luttøkan er treytað av, at luttakararnir keypa vøru ella tænastu . Tá Brúkaraumboðið vendi sær til Norðfra um marknaðarføringina, boðaði Norðfra frá, at Norðfra ikki visti um, at lutakastkapping var brot á marknaðarføringarlógina. Í eitt mannaminni hevur Njál Djushuus, halgað lív sítt til tey fátæku og veiku í Oslo. Sum ovasti fyri Frelsunnarherin hevur hann hjálpt drykkjufólkum, narkomanum og heimleysum. Seinasta mikudag í oktober fingu vit høvi at fara ein túr í býin saman við Njál Djurhuus Hesuferð er tað hugmóðin. Hugmóðin er tann vandamiklasta og er tann, sum hevur ógvusligar avleiðingar. Frá grisku mytologiuni hava vit fyribrigdið nemesis og hybris gert tú hybris, so kemur nemesis. Er hugmóðin ov stór og ert tú ov sjálvøskin og yvirmetir teg sjálvan og tíni egnu evnir, so skeiklast alt. Ka Lleo Holm Johannesen, løgmaður, hevur á fundum í Moskva handað eina formliga áheitan um at sleppa undir samráðingar um ein fríhandilsáttmála millum Føroyar og Eurasisku tollsamgonguna, ið fevnir um Russland, Hvítarussland og Kasakstan. Tað kann gerast ein drúgv tilgongd at koma á mál við einum fríhandilssáttmála, men eftir fundirnar havi eg eina vón um, at glið er komið á. Eg greiddi frá okkara økta útflutningi til eystanlond seinastu árini, og at Føroyar raðfesta ein fríhandilssáttmála ovarliga, sigur løgmaður í tíðindaskrivi. Á fundunum í Moskva umrøddi løgmaður eisini, hvørjar fyrimunir bæði Russland og tollsamgongan fáa við at gera eina fríhandilsavtalu við Føroyar. Løgmaður legði serliga dent á landafrøðiligu støðuna hjá Føroyum í Norðuratlantshavi. Russar eru í ferð við at uppraðfesta arktiska arbeiðið í sínum uttanríkispolitikki. Av tí at nýggja arktiska siglingarleiðin er á okkara leiðum, eru Føroyar áhugaverdar hjá russum. Eisini vísti eg á møguleikan hjá russiskum oljufeløgum at selja olju til russisk og onnur skip, sum sigla í føroyskum sjóøki. Kaj Leo Holm Johannesen. Í dag hevur løgmaður fund í Kasakstan við Timur Zhaksylykov, vararáðharra í búskaparmálum. Føroyingar í hópatali eru sendir av landinum til stóra stovnin Rødbygaard á Lollandi í Danmark. Nógv teirra, tí tey hava verið evnaveik og umstøður ikki hava verið at veita teimum hjálp í Føroyum. Men tey eru eisini nøkur, sum ikki vóru evnaveik, ið komu á Rødbygaard. Í kvøld sendir sjónvarpið sendingina Send á Rødbygaard, og í hesum sambandi var Karolina Thostrup í útvarpsstovuni í morgun. Frá 2009 til 2014 skulu Noreg, Ísland og Liktinstein rinda 14 milliardir krónur fyri EBS avtaluna, og tá rokningin kemur fyri næstu fimm árini, verður hon væl hægri, skriva miðlarnir. Í veruleikanum verður tað Noreg, sum fer at rinda meir, tí sum er rindar Noreg 97 prosent av øllum gjaldinum fyri EBS avtaluna. Aftenposten skrivar, at enn eru eingi tøl komin á borðið, men ES hevur róð framundir, at gjaldið skal hækka fyri næsta fimm ára skeiðið. Og ES hevur eisini róð framundir, at samveldið vil hava eitt eykagjald frá EBS londunum, sum skal hjálpa teimum ES londunum, har ungdómsarbeiðsloysið er størst. Í summum ES londum, millum annað Spania, er ungdómsarbeiðsloysið 50 prosent. Norski evroparáðharrin, Vidar Helgesen, vil ikki gera viðmerkingar til málið. Hann sigur, at samráðingar verða við ES um EBS avtaluna sum er tey frýra frælsini og so fer tíðin at vísa, hvat kemur burturúr. Hann heldur tað ikki vera rætt, at Noreg skal rinda meir, tí fyri fyrstu ferð í søguni fer fíggjarætlanin hjá ES at lækka. Tey 28 ES londini eru ikki samd, tí ES fær alsamt fleiri limalond. Noreg heldur ikki at gjaldið fyri EBS avtaluna er eitt limagjald, men ein stuðul til innara marknaðin í ES, siga norsku myndugleikarnir Tað eru serliga 15 av ES londunum í eystur og suðureuropa, sum fáa burturav norska gjaldinum fyri EBS avtaluna. Leygardagin fær Almannaverkið Heimið við Vágna í Klaksvík at reka. Røktarheimið er nú liðugt, og seinnapartin leygardagin verður móttøka í heiminum, har Jógvan Skorheim, borgarstjóri, fer at lata Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, Heimið við Vágna. Røktarheimið kostaði 55,7 milliónir krónur at byggja. Klaksvíkar kommuna rindar 40 milliónir, og hitt er stuðul frá landinum. 24 búrúm eru í Heiminum við Vágna. Í næstu viku fara starvsfólkini at rigga til, og væntandi kunnu fyrstu fólkini flyta inn í aðru viku. Merry Hansen, sjúkrarøktarfrøðingur í Klaksvík, er leiðari á Heiminum við Vágna. Tað heldur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, sum ætlar at áseta kravið við lóg. Men pengar fylgja ikki við kravinum, og tað hóvar Starvsmannafelagnum lítið. Jørgen Niclasen hevur seinasta árið í fleiri førum heitt á leiðararnar fyri almennu stovnarnar um at taka fleiri lærlingar. Men fáir leiðarar hava lurtað. Í dag ella í morgin fær løgtingsformaðurin arbeiðssetningin, sum kanningarstjórin skal brúka, tá luturin hjá Kára P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismanni, og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, í tunnilsmálinum skal kannast. Nú skal løgtingsformaðurin finna kanningarstjóra, sum skal kanna, um fyrrverandi landsstýrismaðurin og løgmaður hava brotið lógina um ábyrgd landsstýrismanna ella stjórnarskipanina. Arbeiðssetningurin verður ikki almennur, fyrr enn kanningarstjóri er settur, tí løgtingsformaðurin kann broyta arbeiðssetningin. Sirið Stenberg, forkvinna í Landsstýrismálanevndini, sigur, at í arbeiðssetninginum eru spurningar um alt tað, sum hevur verið uppi og vent í tunnilsmálinum, so sum heimildirnar at gera sáttmála við Copenhagen Infrastruture Partners og lova danska felagnum eina millión krónur í endurgjaldi, tí sáttmálin er ikki undirskrivaður. Kæran frá einum borgara, sum ikki fær innlit í millum annað sáttmálan millum Innlendismálan og CIP, er send Løgtingsins umboðsmanni. Í Føroyum er Hans Jacob hevur millum annað kendur fyri sítt samstarv við Kára Sverrison, Hans Marius Ziska og ungu songkvinnuna Døgg Nónsgjógv. Tá hann læs til Bachelor of Arts í Business English and Marketing á Assumption University í Bangkok, gjørdist hann limur í Audy band, hvørs fløga í dag stendur eftir sum ein varði innan alternativan rock í Thailandi. Samráðst verður framvegis í Deplinum í Skálavík, har umboð fyri Skipara og navigatørfelagið og Maskinmeistarafelaglið øðrumegin og Fíggjarmálaráðið hinumegin tingast um nýggjan sáttmála. Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at partarnir høvdu fund alt gjárkvøldið og út á náttina, og samráðingarnar hildu fram í morgun. Henda kvinna hevur skrivað bræv til sendingina, tí hon vil hvussu hon fær mannin at raðfesta Facebook lægri, og teirra hjúnarband hægri. Og so er tað ein kvinna, sum aftaná 20 ár í hjúnarbandi umhugsar at fara frá manninum, tí hann als onga ábyrgd tekur heima við hús. Nógv starvsfólk ráða yvir telefon, ið arbeiðsgevarin hevur latið teimum, bæði til arbeiðsbrúk og til privat samskifti. Við fartelefonini hava starvsfólk fingið møguleika at samantvinna arbeiðs og privattelefonina, soleiðis at talan er um eitt og sama tól. Hetta merkir, bæði fyri arbeiðsgevara og starvsfólk, at tað verður smidligari at leggja arbeiðið til rættis. Eitt nú er tað vorðið lættari at arbeiða uttan fyri arbeiðsplássið, og at vera tøk í arbeiðsørindum. Fartelefonin er sostatt vorðin eitt vanligt arbeiðsamboð, sum ikki er bundið at arbeiðsplássinum, og sum ikki einans verður nýtt í vanligu arbeiðstíðini. Sambært skattalógini er ókeypis nýtsla av fastogn, leysafæi og tílíkum at rokna sum skattskyldug inntøka. Tað merkir, at starvsfólk skulu skattast, um arbeiðsgevarin letur starvsfólk nýta til dømis hús, bilar og telefon, sum arbeiðsgevarin eigur, heilt ella partvíst ókeypis. Tað merkir so aftur, at samskifti er fastnet, internet ella fartelefon , sum arbeiðsgevarin letur starvsfólkum sínum at nýta privat, sum meginregla skal roknast sum fríur ágóði, og fríir ágóðar skal tú rinda skatt av. Men eins og fartelefonin, er teldan vorðin vanligt arbeiðstól og fortreyt fyri at røkja nógv sløg av arbeiði. Hetta var eisini orsøkin til, at teldan við lóg í 1998 varð undantikin skattskyldu. Tá var grundgevingin, at teldan var vorðin eitt vanligt arbeiðsamboð, sum starvsfólk høvdu heim við, og at tað var ein fyrimunur fyri fleksibilitetin í arbeiðinum, at teldan kundi takast við til arbeiði við hús og í arbeiðsørindum. Og landsstýrið sigur nú, at tað sama má sigast at vera galdandi fyri telefon og telesamskifti, sum arbeiðsgevari letur starvsfólki at ráða yvir í sambandi við arbeiði. Sambært eini uppgerð frá TAKS vóru í fjør tilsamans 560 persónar skrásettir við fríari telefon og fríum telesamskifti. Kortini ber ikki til at siga, hvussu stórur partur ikki gevur hesar ágóðar upp til TAKS, av tí at tað ikki er skrásett, hvussu nógvar telefonir í roynd og veru verða latnar starvsfólki at brúka. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum ásannar, at lóggávan elvir til eina ávísa óvissu og veitir ikki TAKS nøktandi eftirlitismøguleika. Víst verður harumframt á, at tað var ein umsitingarligur lætti hjá TAKS at sleppa undan arbeiðinum at skráseta og skatta teldur í 1998. Út frá øllum hesum vil Jørgen Niclasen hava løgtingið at gera undantak í skattalógini, soleiðis at telefon og telesamskifti ikki longur verður at rokna sum fríur ágóði, sum skal skattast. T að fer at kosta landi og kommunum umleið eina millión krónur at gera arbeiðstelefonir skattafríar. TAKS upplýsir, at skattainntøkan í fjør var millum eina og 1,2 milliónir krónur. Skráseting Føroya útveitir nú eftirlitið við ársfrásagnum hjá feløgum og grunnum. Sambært J ógvani Thomsen, stjóra, hóskar henda uppgávan seg væl at útveita. Skráseting Føroya fær árliga ársfrásagnir roknskapir frá útvið 3.000 feløgum og grunnum. Skráseting Føroya hevur skyldu til at hava eftirlit við, um frásagnirnar eru rættar og lúka krøvini í roknskaparlógini. Skrásetingin kannar ikki allar roknskapirnar, men álagt er teimum at taka stakroyndir, sum svara til tvey prosent av øllum ársfrásagnum um árið. Tað er hesa uppgávu, skrásetingin nú hevur boðið út á nýggja keypsportalinum hjá tí almenna, sum Gjaldstovan umsitur. Átta grunnar og 2722 feløg eru í løtuni skrásett hjá Skrásetingini. 656 av teimum hava ikki grannskoðaðan roknskap. Skrásetingin hevur sett sum treyt, at tann, sum bjóðar seg fram, er grannskoðari. Og neyðugt verður við fleiri grannskoðarum, tí ein grannskoðari kann ikki hava eftirlit við ársfrásagnum, sum grannskoðarin sjálvur hevur grannskoðað. Eftirlitið hóskar seg væl til at veita út. Grannskoðarar hava gjørt tað frammanundan, og neyðugt er ikki at undangóðkenna tey, sum bjóða seg fram, tí kravt verður, at viðkomandi er góðkendur grannskoðari, sigur Jógvan Thomsen, stjóri á Skrásetingini. Eftirlitið er rættiliga tíðarkrevjandi rutinuarbeiði, sum líkist arbeiðnum, sum grannskoðarar gera frammanundan, og vit eru í stóran mun bundin av øðrum uppgávum á Skrásetingini, sigur Jógvan Thomsen. Bæði í september og oktober vóru árstíðarjavnaðu lønirnar áleið 618 milliónir krónur hvønn mánað. Í vár vóru lønirnar um 590 milliónir krónur um mánaðin, men gongdin vísir, at vøkstur hevur verið í lønargjaldingunum síðani apríl, sigur Hagstovan. Síðstu tveir mánaðirnar eru fleiri lønir goldnar í fiskivinnuni. Tí er afturgongdin, sum var fyrrapartin av árinum, vend til framgongd upp á 1,2 . Í byggivinnuni er gongdin tann sama, men enn er øll afturgongdin í vinnuni ikki vunnin innaftur. Størsta framgongdin er innan almennar tænastur, og sjálvt um lagt verður upp fyri verkfallinum í fjør, er tað framvegis innan almennar tænastur, at størsta framgongdin í lønargjaldingunum er, sigur Hagstovan. Vøksturin í lønargjaldingum innan innan tað almenna er trý prosent, ella 99 milliónir krónur. Skúlarnir eru í einari tvístøðu. Tí tað er eitt krav frá Mentamálaráðnum, at allar próvtøkur eru talgildar. Men samstundis ásetur fólkaskúlalógin, at allir neyðugir undirvísingarmiðlar skulu latast næmingum ókeypis at nýta. Skúlarnir hava ikki ráð til at keypa øllum næmningunum teldu, og tí noyðast teir at biðja næmingarnir taka sínar egnu teldur við til próvtøku. Kristin Michelsen verður verandi í Javnaðarflokkinum. Tað er greitt, eftir at tingmaðurin og floksleiðslan hava havt fund seinnapartin í dag. Spurdur, um hann og leiðslan nú eru vorðin samd um linjuna í flokkinum, og um tey eru samd um, hvørja støðu flokkurin hevur til uppskotið um at broyta hjúnarbandslógina, sigur Kristin Michelsen, at hann ikki hevur fleiri viðmerkingar. Til fyrst í sjeytiárunum vórðu føroyingar sendir á Rødbygaard, ti umstøður ikki vóru at veita teimum hjálp í Føroyum. Tey flestu høvdu menningartarn, men ikki øll. Nøkur vórðu send niður, tí tey megnaðu illa skúlan. At siga farvæl við síni kæru heima og flyta á ein stóran stovn í einum fremmandum landi var ógvuliga torført hjá nógvum. Hvørt ár fara 18 milliónir krónur av landinum til kanningarstovur, sum kanna sýni og royndir fyri føroysk virki og fyritøkur av alskyns slagi. Tað vísir ein kanning, sum Janus Vang, stjóri á ganskingarsetrinum INOVA, hevur gjørt. Talan er um kanningararbeiði, sum eins væl kundi verið gjørt í Føroyum. Privatar fyritøkur brúka árliga tvær milliónir krónur til kanningararbeiði uttanlands. Eitt nú verður alifóður kannað uttanlands fyri salmonella. Semingsstovnurin roynir framvegis at fáa yvirmannafeløgini og Fíggjarmálaráðið at semjast um ein nýggjan sáttmála, men eydnast tað ikki, ætlar Johan Dahl, landsstýrismaður, at leggja uppí við lóg, sum forðar fyri, at strandfaraskipini verða løgd. Tað kom fram í tinginum í gjár, tá Johan Dahl svaraðu ein munnligum fyrispurningi frá Bjørt Samuelsen, tingkvinnu fyri Tjóðveldi. Landsstýrismaðurin segði, at hann vónar, at ein samráðingarloysn verður funnin. Løgtingið varð kallað saman til fundar seinasta leygardag, tí verkfall varð lýst, men tingfundurin varð avlýstur, tí semingsstovnurin útsetti verkfallið í átta dagar. Síðani mikudagin hevur semingsmaðurin sitið við pørtunum á Deplinum í Skálavík, og í dag verður eitt semingsuppskot kanska lagt fram. Í dag hoyra vit um, hvussu týdnigarmikið tað er at brúka hjálm, trygdarbelti og endurskin. VIt læra, hvussu vit skulu bera okkum at úti í ferðsluni. Mariann Reinert, hevur boðið okkum við í 1.flokk í skúlan við Løgmannabreyt. Her vóru 49 børn í endurskinsvesti og nýggjum flottum hjálmi. Semingsstovnurin roynir at fáa yvirmannafeløgini og Fíggjarmálaráðið at semjast um nýggjan sáttmála fyri tann, sum fór úr gildi 1.oktober. Kristin Michelsen verður verandi í Javnaðarflokkinum. Tingmaðurin sigur, at hann og floksleiðslan eru vorðin samd um at hyggja frameftir. Kemur eitt uppskot um, at samkynd kunnu vígast borgarliga, sleppur Kristin Michelsen at atkvøða eftir síni sannføring, sigur Aksel V. Johannesen. Mentamálaráðið hevur umsóknir um 144 næmingabústaðir liggjandi. Onnur er úr Vági. Hon er um næmingaheim við miðnámsskúlan í Suðuroynni. Sambært umsóknini er ætlanin at gera 44 íbúðir. Hin umsóknin er úr Klaksvík, har ætlanin er at byggja heim í miðbýnum til 100 næmingar. Mentamálaráðið hevur svarað einari rúgvu av spurningum frá Fíggjarnevndini, sum viðger fíggjarlógina. Men landsstýrið hevur tosað nógv um lestrarbústaðir, nú ætlanin er at útbúgva fleiri fólk í Føroyum, svarar Mentamálaráðið. Í fyrstu syftu er lógargrundarlagið undir Bústøðum broytt soleiðis, at stovnurin nú eisini kann byggja, eiga og reka lestrarbústaðir. Hendan byggingin er eisini undantikin meirvirðisgjaldi. Ein maður og ein kvinna, bæði íslendsk, fingu dóm í Íslandi í gjár fyri at hava stolið í VB húsinum og TB húsinum á sumri 2010. Tey fingu 30 daga treytaða fongulsrevsing. Tey bæði vóru í VB húsinum eina sunnunátt í juni í 2010 og stjólu har fyri 40.000 krónur Eina sunnunátt í august sama árið vóru tey so í TB húsinum og stjólu har fyri 20.000 krónur Tey stjólu millum annað klæði, fartelefonir, taskur og myndatól. Bæði fólkini, sum eru nøkur og tretivu ára gomul, játtaðu seg sek. Og tey hava latið aftur tað, sum tey tóku í Vági og á Tvøroyri. Liðugt var at kanna málið longu í 2010. Men ákæruritið varð ikki skrivað fyrr enn síðst í september í ár. Ódnin Haiyan, sum í dag herjar á Filipsoyggjum, er tann ógvusligasta, sum nakrantíð hevur rakt land. Vindferðin er upp í 105 metrar um sekundið, og miðalvindferðin er 87 metrar um sekundið. Sambært amerikanska veðurstovninum er higartil ringasta ódnin, Camilla, sum herjaði Missisippi í 1969. Tá var vindferðin 85 metrar um sekundið, sigur amerikanski veðurmaðurin, Jeff Masters. Haiyan kom inn yvir Filipsoyggjarnar í lýsingini í morgun, og verður yvir oyggjunum allan dagin. Hon tók land við oynna, Samar, sum liggur einar 300 fjórðingar eystan fyri høvuð staðin, Manila. Nógv høg fjøll eru í oyggjunum, og tí minkar vindurin ikki. Myndugleikarnir høvdu sett tiltøk í verk, áðrenn ódnin kom, og roknað verður við, at 12 milliónir fólk eru rakt av ringa veðrinum. Millum harðast raktu økini er næststørsti býurin á Filipsoyggjunum, Cebu, har 2,5 milliónir fólk búgva. Roknað verður við, at oyggin Bohol verður harðast rakt. Har var jarðskjálvti í oktober, 220 fólk lótu lív, og 400.000 fólk mistu hús og heim. Lítið er at frætta úr Filipsoyggjum, tí miðskeiðis í landinum, har ódnin herjar, er mestsum alt samskifti farið. Myndir, sum eru komnar úr býnum Tacloban, vísa, at nógva regnið hevur gjørt vegirnar til smáar áir, og plátur og annað byggitilfar rekst í gøtunum. Higartil hava myndugleikarnir boðað frá, at trý fólk hava latið lív, men vandi er fyri, at tey gerast nógv fleiri, tá stormurin hasar av aftur, og myndugleikarnir fáa yvirlit yvir støðuna, skriva tíðindastovurnar. Rættarnevndin ger einki við tunnilsuppskotini, so leingi Jørgen Niclasen, sum nú er landsstýrismaður í tunnilsmálum, roynir at finna semju um, hvussu tunnilsmálið skal loysast. Nevndin n hevur havt fimm uppskot um undirsjóvartunnil millum Eysturoynna og Streymoynna síðani 6.august, tá fyrsta viðgerð var í tinginum. Men nevndin var ikki liðug við málini, tá stígur kom í ætlanina hjá Innlendismálaráðnum og Copenhagen Infrastructure Partners um Eysturoyartunnilin. Fíggjarnevndin hevur eisini tvey tunnilsuppskot. Fíggjarnevndin hevur ikki biðið um at fáa longda freist. Landsverk bjóðar nú aftur til hugskotskappingina, tey kalla quot Bygg Land quot Fólk við einum góðum hugskotið verða bjóðað við til kappingina, og tað er upp til hvønn einstakan, hvat evnið skal vera. Bara talan er um eitt gott hugskot, sum onkusvegna kann vísa á eina leið hvussu Føroyar kunnu víðarimennast. Eitt annað endamál við tiltakinum er eisini at koma í samband við lesandi, og fáa tey í størri mun at taka heimlandið við í tankarnar, tá tey fara undir sínar høvuðsuppgávur. Freistin at senda hugskot til kappingina er 1. februar. Ingi Samuelsen hevur verið á vitjan á Landsverki og tosað við Heina Eysturoy, deildarleiðara Meirilutin í Fíggjarnevndini mælir frá at samtykkja uppskotið. Meirilutin sigur, at verandi fíggjarkarmar loyva ikki hækking í barnafrádráttinum. Meirilutin vísir á, at samgongan hækkaði barnafrádráttin 1.000 krónur í fjør, og at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum arbeiðir við umleggingum í skattaskipanini. Leygarkvøldið hevur bólkurin Jienat konsert í Norðurlandahúsinum. Jienat siga seg spæla arktiskan heimstónleik við íblástri frá samiskum joik sangi. Oddamaður og lagasmiðurin í bólkinum er Anders Fleflet, og hann vitjaði í GMF stovuni í morgum saman við sangaranum Johanna Gr ssner. Hoyr tey joika og spæla upp á sag í innslagnum. Í prátinum millum sangirnar hoyra vit eisini Andreas Fliflet fortelja spennandi søgu um tá hann í 1990 skuldi spæla í Føroyum. Hann kom ongantíð fram, tí privatflogfarið, hann skuldi flúgva við, datt niður tá tað skuldi koma eftir honum og einum øðrum limi í bólkinum. Stýriskipanarlógin sigur einki um, hvør skal orða arbeiðssetningin hjá kanningarstjóra. Og arbeiðssetningurin, sum Landsstýrismálanevndin hevur gjørt, verður ikki almennur, fyrr enn kanningarstjóri er settur. Tí løgtingsformaðurin kann broyta arbeiðssetningin. Stýriskipanarlógin sigur bara, at hevur Landsstýrismálanevndin illgruna um, at óregluliga hevur verið atborið, kann hon krevja, at løgtingsformaðurin setur ein kanningarstjóra. Hvørki har ella nakra aðra staðni stendur, hvør skal gera spurningarnar, sum kanningarstjórin skal svara. Tí ber til at tulka lógina soleiðis, at bæði Landsstýrismálanevndin og løgtingsformaðurin gera arbeiðssetningin. Enn hevur einki navn verið uppi og vent, nú løgtingsformaðurin skal finna ein kanningarstjóra til tunnilsmálið. Arbeiðssetningurin er gjørdur, sum kanningarstjórin skal brúka, tá luturin hjá Kára P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismanni, og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, í tunnilsmálinum skal kannast. Landsstýrismálanevndin samtykti einmælt í gjár arbeiðssetningin. Nú skal løgtingsformaðurin finna kanningarstjóra, sum skal kanna, um fyrrverandi landsstýrismaðurin og løgmaður hava brotið lógina um ábyrgd landsstýrismanna ella stjórnarskipanina. Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, væntar tó ikki, at hann fer at broyta nakað í arbeiðssetninginum. Hann hevði tó ikki fingið arbeiðssetningin, tá Útvarpið tosaði við hann. Kanningarstjórin skal hava løgfrøðiligt embætisprógv, og skal ikki arbeiða í landsfyrisitingini, á stovni undir landsstýrinum, hjá dómsvaldinum ella fyrr hava viðgjørt málið, sum skal kannast. Sirið Stenberg, forkvinna í Landsstýrismálanevndini, sigur, at í arbeiðssetninginum eru spurningar um alt tað, sum hevur verið uppi og vent í tunnilsmálinum, so sum heimildirnar at gera sáttmála við Copenhagen Infrastruture Partners og lova danska felagnum eina millión krónur í endurgjaldi, tí sáttmálin er ikki undirskrivaður. Alt málið, sum tað er, skal lýsast, sigur Sirið Stenberg. Landsstýrismálanevndin er nú liðug við tunnilsmálið. Kæran frá einum borgara, sum ikki fær innlit í millum annað sáttmálan millum Innlendismálan og CIP, verður send Løgtingsins umboðsmanni. Men har verður hon ikki viðgjørd enn á sinni, tí tunnilsmálið verður jólatrøll í Rættarnevndini hjá løgtinginum. Nevndin hevur nú fingið freistina longda til 4.februar, sigur Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður. Løgtingsins umboðsmaður hevur sagt, at har verða kærur um vantandi innlit í millum annað uppskotið um sáttmála millum Innlendismálaráðið og CIP ikki avgreiddar, so leingi løgtingið ikki er liðugt við tunnilsmálið. Rættarnevndin ger einki við tunnilsuppskotini, so leingi Jørgen Niclasen, sum nú er landsstýrismaður í tunnilsmálum, roynir at finna semju um, hvussu tunnilsmálið skal loysast. Rættarnevndin hevur havt fimm uppskot um undirsjóvartunnil millum Eysturoynna og Streymoynna og aðrar tunlar síðani 6.august, tá fyrsta viðgerð var í tinginum. Men nevndin var ikki liðug við málini, tá stígur kom í ætlanina hjá Innlendismálaráðnum og Copenhagen Infrastructure Partners um Eysturoyartunnilin. Fíggjarnevndin hevur eisini tvey tunnilsuppskot. Fíggjarnevndin hevur ikki biðið um at fáa longda freist. Leygarkvøldið hevur bólkurin Jienat konsert í Norðurlandahúsinum. Jienat siga seg spæla arktiskan heimstónleik við íblástri frá samiskum joik sangi. Oddamaður og lagasmiðurin í bólkinum er Anders Fleflet, og hann vitjaði í GMF stovuni í morgum saman við sangaranum Johanna Gr ssner. Hoyr tey joika og spæla upp á sag í innslagnum. Í prátinum millum sangirnar hoyra vit eisini Andreas Fliflet fortelja spennandi søgu um tá hann í 1990 skuldi spæla í Føroyum. Hann kom ongantíð fram, tí privatflogfarið, hann skuldi flúgva við, datt niður tá tað skuldi koma eftir honum og einum øðrum limi í bólkinum. Eg hevði glett meg til orðaskiftið í dag, men eg eri vónsvikin av, at einki stendur í frágreiðingini um heilsunýskipanina, hvørjar uppgávur skulu vera á teimum trmum sjúkrahúsunum. Tað sigur Elsebeth M. Gunnleygsdóttir, sum var framsøgukvinna fyri Fólkaflokkin, tá tingið fyrrapartin fór at viðgera frágreiðingina frá Karsteni Hansen, landsstýrismanni. Elsebeth M. Gunnleygsdóttir vísir á, at hon í fleiri fyrispurningum til landsstýrismannin hevur spurt, hvørjar uppgávur skulu vera á hvørjum sjúkrahúsi. Og Karsten Hansen hevur svarað, at tað skal bíða eftir aðalorðaskiftinum um heilsunýskipanina. Hetta er eitt einfalt konsept, bara aukustisk og ella handhildin ljóðføri og alt er so at siga skorið inn á bein. Tað verða 20 konsertir við 10 tónlistafólkum, heima í stovuni í 10 ymiskum húsum. Tú og unnustan teljast millum teirra, sum lata heimið upp. Barnaútvarpið hevur fingið SSP viðurkenningina 2013. Á Kveikjaradegnum, sum í dag er í Norðurlandahúsinum, vóru blómur og heiðursbræv við viðurkenningini latin Jonnu Fritsdóttir Mortensen, samskipara á Barnaøkinum í Kringvarpinum. Í grundgevingini verður sagt, at Barnaútvarpið fær viðurkenningina fyri sínar fjølbroyttu sendinginar, ið nema við bæði børn og vaksin. Fólkini, ið gera sendingarnar, eru forvitin, tora taka upp torskild evni um rættindi og lívskor hjá børnum, og varpa tey út á ein einfaldan hátt. Har hoyrist spæl og látur. Tit tosa við og lurta eftir børnum. Barnaútvarpið fær landið at fungera , verður sagt í grundgevingini. Eisini verður práta um søguna og aktualitetin í boðskapinum hjá rockbólkinum 200, um framtíðarætlanir, um marknaðarføring í Føroyum, og um at vera familjupápi og rockari í senn. Terje Sigurðsson, semingsmaður, fer næsta tíman at leggja fram semingsuppskot í sáttmálatrætuni millum yvirmannafeløgini og Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum. Í morgin, leygardagin 9. november, letur nýggja Norðuratlantshúsið í Odense upp fyri almenninginum. Skráin fyri upplatingarhátíðarhaldið er umfatandi við røðum, tónleiki og dansi. Fyri felagslívið millum føroyingar í Odense fær húsið stóran týdning, heldur forkvinnan. Um eina góða viku fer Landsstýrismálanevndin til Oslo at hitta nevndina hjá stórtinginum, sum svarar til Landsstýrismálanevndina, og Sivil ombudsmanden, sum svarar til Løgtingsins umboðsmann. Norska nevndin hevur minnilutaverju. Tað hevur Landsstýrismálanevndin ikki. Vilja í minsta lagi fýra limir av teimum 11 nevndarlimunum í Noregi hava nevndina at viðgera eitt mál, skal málið viðgerast. Terje Sigurðsson, semingsmaður, hevur lagt semingsuppskot fyri yvirmannafeløgini og Fíggjarmálaráðið, og partarnir skulu svara seinnapartin. Samráðingarfólkini, sum hava verið á Deplinum í Skálavík síðani mikudagin, fara úr Skopun við Teistanum klokkan 16.30. Avtalað, at teir skulu svara í seinasta lagi, áðrenn Teistin hevur lagt at á Gomlurætt umleið hálvan tíma seinni. Johan Dahl, landsstýrismaður, hevur fleiri ferðir gjørt greitt, at hann kann ikki góðtaka, at strandfaraskipini verða løgd, og tí fer hann væntandi í tingið við einum lógaruppskoti, sum forðar fyri, at skipini verða løgd. Verkætlanin fekk eitt skot fyri bógvin í vár, tá tað vísti seg, at tilboðini, ið komu inn, vóru hægri enn stuðulsupphæddin upp á tilsamans 58 milliónir krónur frá A. P. Møller Maersk Grunnurin, danska ríkiskassanum og løgtinginum. Landskassans partur er 20 milliónir krónur. Síðani hevur Saltsilogrunnurin samráðst við TG Verk um at gera nýggja avtalu, sum heldur seg innan fyri karmin. Hetta verður gjørt við at skarva burtur av verkætlanini. Eitt nú er síðubygningurin tikin burtur. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, sigur í brævinum til løgtingslimirnar, at hann týsdagin fer at geva Saltsilogrunninum grønt ljós, treytað av at ráðið millum annað fær frágreiðing hvønn mánað, hvussu verkætlanin gongur. Átta leikarar sum spæla uttan fyri Føroyar eru í hópinum til dystin móti Malta. Ein teirra er ungi miðverjin, Sonni Ragnar Nattestad, sum her fyri spældi sín fyrsta superligadyst fyri FC Midtjylland. Liðskiparin, Fróði Benjaminsen, hevur givið avboð til venjingardystin móti Malta Lars Olsen, landsliðsvenjari, hevur úttikið hesar leikararnar Heini Vatnsdal, Christian R. Mouritsen og Teitur M. Gestsson, HB Páll Klettskarð, KÍ Pól Jóhannus Justinussen, Kristian Joensen, Klæmint A. Olsen og Karl Løkin, NSÍ Erling Jacobsen, Finnur Justinussen og Sølvi Vatnhamar, Víkingur Hallur Hansson, AaB lborg DK Rene S. Joensen, Brøndby IF DK Daniel Udsen, FC Helsingør DK Sonni Ragnar Nattestad, FC Midtjylland DK Viljormur Davidsen, Vejle BK DK Jónas Tór Næs, Valur ISL Rógvi Baldvinsson, Bryne BK NOR Gunnar Nielsen, Motherwell SCO Skipara og Navigatørfelagið og Maskinmeistarafelagið øðrumegin og Fíggjarmálaráðið hinumegin hava góðtikið semingsuppskotið og skrivað undir trý sáttmála. Umframt broyttar arbeiðstíðir í sambandi við nýggju altjóða hvílireglurnar, sigur sáttmálin, at strandfaraskipini ikki verða løgd, um verkfall verður í framtíðini. Boðast skal frá verkfalli 48 tímar frammanundan, og partarnir hava avtalað, at siglast skulu nakrir túrar um dagin fyrstu tríggjar vikurnar av verkfalstíðini. Nu røkist fyri, at farast kann undir verkætlanina Salt á Drelnesi. Semja er gjørd við byggifelagið TG Verk um at broyta verkætlanina, so hon heldur seg innan fyri stuðulskarmin, ið er 58 mio. krónur Mærsk Grunnurin og donsku rikismyndugleikarnir hava goðtikið broyttu ætlanina, og týsdagin fær Saltsilogrunnurin eisini grønt ljós fra Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni. Landskassans partur er 20 milliónir krónur Ólavur Rasmussen i Saltsilogrunninum sigur, at spakin verður settur í 20. november, og nýggja konserthusið á Tvøroyri skal verða liðugt 26. januar 2015 Í sambandi við at Heimið við Vágna er klárt at taka í nýtslu, verður almenn móttøka frá kl 14.00 til 16.30, har øll eru vælkomin at síggja bygningin . Skráin fyri løtuna er henda bull Felagssangur bull Óluva Klettskarð, forkvinna í Trivnaðarnevndini Eldri amp Bústaðir bjóðar vælkomin og sigur nøkur orð. bull Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, heldur røðu. bull Jógvan Skorheim, borgarstjóri, ber fram røðu og handar síðan Heimið við Vágna til landsstýriskvinnuna. bull Tónleikaframførsla, Klaksvíkar Tónlistaskúli. bull Eyðun Mohr Hansen, virkandi stjóri fyri Almannaverkið, sigur nøkur orð. bull Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, heldur røðu. Áftaná verður kaffi og okkurt afturvið, samstundis sum fólk kunnu síggja bygningin. Stjórin í Vága Floghavn, Jákup Sverri Kass, sigur at tað vantar kapping í flúgvingini til Føroya. Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi, svarar í sjónvarpsstovuni. Í Dansival hesuferð kvøða sumbingar Grím á Miðjanesi. Albert Djurhuus skipar. Jákup A. Joensen skipar Stærke Tidrik. Dansifelagið á Látrinum kvøður. At enda hoyra vit brot úr Viliam Kornus. Dansifelag Kaggans kvøður. Hans Holm og Maria Samuelsen skipa. Eitt 18 ára gamalt mistak eigur at sleppa at liggja í fortíðini. Ongin orsøk er til at fara at grava í einum parlagi, sum endaði fyri nógvum árum síðani. Tað heldur meirilutin av gestunum í sendingini, nú ein kvinna spyr, um hon hevur rætt til at biðja fyrrverandi sjeikin hjá sær um eina frágreiðing uppá, hví hann var ótrúgvur fyri 18 árum síðani. Hinir báðir spurningarnir í sendingini hesaferð snúgva seg um, at ein kvinna framvegis hevur samband við sín eks sjeik, og at ein maður umhugsar at fara frá damuni, sum er við barn. Hoyr alla sendingina her. Í kvøld skipaði miðlahúsið fyri tiltakið, har tey bestu í fótbólti vórðu heiðrað. Venjarar, liðskiparar og journalistar hava atkvøtt. Í dag hoyra vit 11.part av søguni Mio mín Mio, sum Astrid Lindgren skrivaði og Elin Súsanna Jacobsen týddi til føroyskt. Margreta Næss lesur Niels Pauli Danielsen verður gestur í Meg minnist nakrar sunnudagar. Hann var prestur í mong ár, og nøkur ár var hann á løgtingi og í landsstýri. Niels Pauli er suðringur í seks ættarlið og vaks upp við Krosslið í Vági. Mamman var av Nesi í Vági og pápin av Teigum í Fámjin. Niels Pauli var nógv í Fámjin barnaárini og í navnagávu fekk hann tveir seyðir frá abbanum, sum hann var uppkallaður eftir. Niels Pauli sigur í fyrstu sendingini frá ættarbondum sínum og áhugaverdum barnaárum í Vági og Fámjin. Tað er ein støðug hóttan, at játtanin til Norðurlandahúsið verður skerd munandi. Tað hava Noreg og Svøriki ætla í nógv Harrans ár, sigur Sjúrður Skaale, sum situr í Norðurlandaráðnum vegna Danmark. Heppið samanfall Játtanin til Norðurlandahúsið fyri næsta ár er skerd 600 túsund krónur. Orsøkin til, at skerjingin var so lítil hesaferð, vóru ótilvitað og heppin samanfall, sigur Sjúrður Skaale. Hann situr sjálvur í Norðurlandaráðnum vegna Danmark. Bertel Haarder, sum ofta stuðlar føroyum áhugamálum, er formaður í donsku sendinevndini og er limur í formansskapinum í Norðurlandaráðnum. Í Sosialdemokratiska bólkinum er ikki undirtøka fyri skerjingini, og Høgni Hoydal hevur sitið í formansskapinum í Norðurlandarráðnum fyri Føroyar. Føroyar fáa mest Fýra norðurlandahús eru eitt í Føroyum, eitt í Grønland, eitt í Ísland og eitt í Álandi. Húsið í Álandi er tó meira ein stovnur. 14 milliónir krónur fella føroyingum í lut. Norðurlandahúsið í Íslandi fær 8,3 milliónir krónur. Húsið í Grønlandi fær 6,2 milliónir krónur, og norðurlendski stovnurin í Álandi fær tríggjar milliónir krónur. Kunnu vænta niðurskurð Danmark hevur skotið upp, at Norðurlandaráðið skal spara 10 prosent næstu tvey árini. Sambært Sjúrði Skaale ger tað grundgevingarnar hjá Noreg og Svøríki enn betri, tí tey bæði londini, sum ikki hava Norðurlandahús, vilja, at danska kongaríkið skal spara hjá sær sjálvum og tað eru hjá Norðurlandahúsunum í Føroyum og Grønlandi. Svøríki og Noreg spyrja, hví tey skulu rinda so nógvar milliónir til Norðurlandahúsini í Føroyum og Grønlandi, tá tey ikki hava eitt norðurlandahús. Okkara uppgáva er at grundgeva fyri, at játtanin er røtt, eisini hóast føroyskir myndugleika stuðla føroyskum mentanarfólkum at kalla flóvisliga lítið, sigur Sjúrður Skaale. Jenis av Rana ivast ikki í, at ALS skal hjálpa teimum nýútbúnu, meðan tey eru arbeiðsleys. Tað er eitt gott átak fyri at minka fólkafráflytingina. Við tíðini verða tey eisini ein inntøka fyri ALS, tí tann dagin, tey fáa arbeiði, eru tey við til at rinda í kassan, sigur formaðurin í Miðflokkinum. Fáa tilboðið í Danmark Í Danmark, har fleiri føroyingar eru undir útbúgving, sleppur tú sum nýútbúgvin upp í ein A kassa og fær útgoldið útivið 14.200 krónur um mánaðin í tvey ár. Hesin møguleikin ger, at nógvir nýútbúnir føroyingar aftra seg við at koma aftur til Føroya, tí fíggjarliga standa tey á berum, um tey eru arbeiðsleys eftir loknan lestur. Janus tekur undir Janus Rein var framsøgurmaður, tá uppskotið er fáa nýútbúgvin upp í ALS eftir loknan lestur var fyri í Løgtinginum mánadagin. Hann heldur ongan iva vera um, at Løgtingið skal finna eina loysn, so tey nýútbúnu fáa fíggjarligan stuðul, meðan tey eru arbeiðsleys. Janus Rein ásannar, at tað eru fólk í Løgtinginum, sum bæði eru fyri og ímóti hesum uppskotinum. Tað, at øll skulu rinda eina ávísa upphædd av síni løn til ALS, hevur reist spurningin, um tað er rættvíst, at lesandi sleppa upp í ALS, tá tey ikki eru við til at rinda í kassan. Tey, sum siga nei, halda, at eingin skal sleppa ókeypis upp í ALS. Eitt hugskot, sum kann ganga báðum pørtum á møti er, at tey lesandi rinda í kassan í eitt ár, áðrenn tey fáa prógvið, sigur tingmaðurin fyri Fólkaflokkin. Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, er nú farin at viðgera henda spurningin, hvussu ALS kann vera við at minka fólkafráflytingina, saman við stýrinum í ALS. Hans Pauli Strøm, fyrrverandi landsstýrismaður í heilsumálum fyri Javnaðarflokkin, saknar millum annað eina viðgerð av, hvussu tey trý sjúkrahúsini skulu skipast í framtíðini. Røtt avgerð Karsen Hansen, sum er landsstýrismaður í heilusmaður, segði fyri aðalorðaskiftið í Løgtinginum fríggjadagin, at hann hevði tilvitað ikki viðgjørt spurningin um framtíðar leiklutin hjá teimum trimum sjúkrahúsinum. Tað hevði forpurrað málið, sum hann tók til. Landsstýrismaðurin heldur fast um, at avgerðin var røtt, eisini hóast ein stórur partur av aðalorðaskiftinum fór at snúgva seg um júst, hví sjúkrahúsini ikki vóru tikin við í frágreiðingina. Hevur fleiri spurningar Sum fleiri av løgtingsfólkunum gjørdu vart við undir aðalorðaskiftinum, so saknar Hans Pauli Strøm at vita, hvussu eitt nú Heilsudeplarnir, sum frágreiðingin leggur upp til, skulu fíggjast. Vakrasta stað, ið tú her finna kann, tað Nólsoy vera man syngur Janus Nølsoe í vælkenda nólsoyarsanginum. Eingin ivi er um, at har er vakurt. Gunnhild Persson hevur tikið nakrar myndir av fólki og stemningi í Nólsoy. Í dag hoyra vit 1. part av hoyrispælinum um Sigmund Brestisson. Tað er Jóannes Lamhauge, sum hevur skrivað, sigur frá og hevur lagt til rættis. Finnur Hansen hevur verið tøkningur. Sjálvsstýrisflokkurin hevði landsfund leygardagin, og Kári P. Højgaard, formaður og fyrrverandi landsstýrismaður við innlendismálum, nýtti høvið til at finnast hvassliga at landsstýrinum fyri handfaringini av Eysturoyartunnlinum. Tveir mánaðir eru gingnir, og enn er eingin loysn funnin. Samgongan stendur sum ryssa yvir deyðum fyli, segði Kári P. Højgaard millum annað. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, umsitur nú tunnilsmál, men enn er ógreitt, nær hann kemur við einum uppskoti. Frammanundan eru fleiri tunnilsuppskot í rættarnevndini, sum hevur fingið longt freistina at skriva álit til 4. februar. Men tá hevur CIP tikið seg úr ætlanini, sambært Kára P. Højgaard. Formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum segði eisini, at tilboðið frá CIP um at gera Eysturoyartunnilin er galdandi til 31. desember. Tá tekur CIP seg endaliga úr verkætlanini og at byggja, eiga og reka Eysturoyartunnilin. . Klokkan 0425 í morgun fekk MRCC Tórshavn boð um at eldur var í íslendska farmaskipinum Godafossi, sum var inni í føroyskum sjóøki ávegis til Íslands. Eitt annað íslendskt farmaskip Arnafell er nærhendis og væntast at vera á staðnum um ein tíma. Íslendski bjargingarflúgvarin er farin úr Íslandi, Brimil og Tjaldrið eru bæði á veg, og roknað verður við, at Brimil verður á staðnum einaferð eftir klokkan 13 og Tjaldrið nakað seinni. Veðurvánirnar á staðnum eru ikki nakað serligar. Útsynningur 15 20 m s við ælingi og aldan væntast at fara upp í 6 metrar. Manningin á Godafoss er 16. Klokkan 0900 fekk MRCC Tórshavn boð um, at eldurin umborð á íslendska farmaskipinum Godafossi er sløktur, og skipið heldur nú leiðina fram ímóti Íslandi. Godafossur var staddur einar 75 fjórðingar vestan fyri Mykines, tá eldurin kyknaði. Veðurvánirnar á staðnum vóru ikki nakað serligar í morgun. Útsynningur 15 20 m s við ælingi og aldan væntast at fara upp í 6 metrar. Tað sigur Kristian Davidsen, stjóri í Føroya Tele í hoyringarsvari til lógaruppskotið, sum Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, legði fyri tingið í farnu viku. Ætlanin hjá landsstýrinum er at broyta og víðka rættargangslógina um at avlurta. Landsstýrið sigur í viðmerkingum til lógaruppskotið, at fútin fleiri ferðir hevur vent sær til landsstýrið um at sleppa at avlurta eitt nú fartelefonir. Í hoyringarsvari sínum sigur stjórin á Føroya Tele, at semjan, sum varð gjørd í 2011 um, at Føroya Tele vildi gera tær neyðugu íløgurnar í útbúnað, er ikki longur til. Kristian Davidsen sigur, at treytin fyri semjuni var, at aðrar telefyritøkur eisini skuldu bera fíggjarligu byrðuna, soleiðis at allar fyritøkurnar høvdu somu treytir. Føroya Tele hevur ikki yvirlit yvir fíggjarligu avleiðingarnar av hesum lógaruppskotinum. Og tað letur til, at eingin myndugleiki er í Føroyum, sum kann hjálpa Føroya Tele við at fáa hetta yvirlitið, sigur stjórin í Føroya Tele. Klokkan 0900 fekk MRCC Tórshavn boð um, at eldurin umborð á íslendska farmaskipinum Godafossi er sløktur, og skipið heldur nú leiðina fram ímóti Íslandi. Veðurvánirnar á staðnum vóru ikki nakað serligar í morgun. Útsynningur 15 20 m s við ælingi og aldan væntast at fara upp í 6 metrar. Aleqa Hammond, landsstýrisforkvinna í Grønlandi, sigur, at tað at íslendingar lata upp konsulát í Grønlandi, visir, at Ísland raðfestir viðurskiftini við Grønland høgt. Tað ger Grønland eisini, sigur hon. Grundgevingin fyri at lata Barnaútvarpinum viðurkenningina var soljóðandi quot Barnaútvarpið fær viðurkenningina fyri sínar fjølbroyttu sendinginar, ið nema við bæði børn og vaksin. Fólkini, ið gera sendingarnar, eru forvitin, tora taka upp torskild evni um rættindi og lívskor hjá børnum, og varpa tey út á ein einfaldan hátt. Har hoyrist spæl og látur. Tit tosa við og lurta eftir børnum. Barnaútvarpið fær landið at fungera quot SSP er eitt samstarv ímillum løgreglu, skúla og sosialu myndugleikarnar, har endamálið er at byrgja fyri, at børn og ung koma í trupulleikar av ymsum slagi. Novus leitimiðið er níggju kilometrar í ein útsynning úr Heidrun framleiðslueindini á Haltenbankanum, har Faroe Petroleum eisini hevur verið við í fleiri oljuleitingum. Ov nógvir grønlendskir ungdómar gevast alt ov tíðliga at íðka ítrótt, og tað ætlar grønlendska ítróttarsambandið, GIF, at gera nakað við. Tá GIF um vikuskiftið skipaði fyri ráðgevingarfundi í Hotel Hans Egede í Nuuk um, hvussu grønlendskir ungdómar fáast at støðast betur innan ítróttin, var føroyski ítróttarserfrøðingurin Magni Mohr, ein av røðarunum. Harafturat skal stovnast filmsgrunnur við í minsta lagi hálvari millión krónum um árið. Upphæddin eigur at vaksa stigvíst, soleiðis at tað um nøkur ár er møguleiki at lata stuðul til ein spælifilm. Tjóðveldi skjýtur upp, at Mentanargrunnurin ella filmsgrunnurin hjá Klippfiski og Norðurlandahúsinum fara at umsita nýggja filmsgrunnin. Í álitinum, sum Klippfisk handaði landsstýrismanninum fyrr í ár, vóru visjónirnar, at ein spælifilm skal gerast í Føroyar um árið, og at 50 heiltíðarstørv skulu vera í filmsvinnuni um 10 ár. Mælt varð til at stovna ein filsmgrunn við hálvari aðru millión um árið, men at hækka játtanina upp í fimm milliónir eftir sjey árum. Ráðgevin heldur, at málið skal vera natúrligt og fjølbroytt. Fólk skulu ikki vera bangin fyri at brúka ymisk orð, men tó eru summar vendingar, ið Sonne Smith kundi hugsað sær at lúka úr miðlamálinum Tað segði Kári P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismaður, í formansfrágreiðingini á landsfundinum hjá Sjálvstýrisflokkinum um vikuskiftið. CIP er sinnað at leingja freistina at gera tunnilin til 31. desember, og tí skilir Kári P. Højgaard ikki, at einki hendir í málinum. Og hann skilir als ikki, at rættarnevndin hevur fingið longt freistina at viðgera tunnilsuppskotini til 4. februar. Bjarni á Steig, leiðari á Medisinska deplinum á Landssjúkrahúsinum, sigur, at t að kann hugsast, at hetta fólk hevur smittað onnur á Suðuroyar sjúkrahúsið. Tí verða 36 fólk á Suðuroyar Sjúkrahúsið kannað fyri tuberklar. Higartil eru 132 fólk vorðin kannaði fyri tuberklar, síðan tuberklar vórðu staðfestir á Føroya studentaskúla og HF skeiði í Hoydølum. 10 fólk eru í fyribyrgjandi viðgerð, tí blóðroyndir hava staðfestast, at tey hava slóð av tuberklabakteriuni. Hví skal løgreglan hava víðkaðar heimildir at avlurta borgarar í Føroyum, sum eru undir illgruna um at fremja brotsverk Og hvør skal gjalda fyri dýru útgerðina, sum telefyritøkurnar mugu keypa sær, fyri at ganga nýggju heilmildini hjá løgregluni á møti Og hvussu er við persónliga frælsinum og rættartrygdini Eitt lógaruppskot hjá løgmanni um at broyta rættargangslógina, sum eisini skal leggjast fyri Fólkatingið eftir nýggjár, hevur fingið fleiri at reisa eygnabrýrnar í stúran. Nú sigur Løgmansskrivstovan í brævi til tingið, at tað er danska Løgmálaráðið, sum hevur sent ríkisógartilmælið til hoyringar, og at mannagongdin ikki hevur verið at latið føroyskum myndugleikum hoyringarskrivini. quot Vanliga fáa vit ikki hesi hoyringarsvarini í sambandi við viðgerðina í løgtinginum, men vit hava biðið um at fáa tilfarið áðrenn 1. viðgerðina tann 14. november. So skjótt vit fáa nakað, skulu vit senda hetta til løgtingið quot , stendur í brævi frá løgmansskrivstovuni til løgtingið. Um grundina til, at hesi hoyringarsvarini ikki vórðu latin tinginum, sigur løgmansskrivstovan, at tað var tí, at uppskotið fór í tingið í skundi, tí Løgmansskrivstovan hevði mistikið seg viðvíkjandi, nær seinastu framløgudagur var. Ætlaðu broytingarnar í rættargangslógini gera, at neyðugt verður at broyta fjarskiftislógina, sum skal áseta, hvønn útbúnað tað verður álagt telefyritøkunum at hava. Løgmansskrivstovan skrivar eisini, at hon sjálv sendi uppskotið til hoyring hjá Vinnumálaráðnum, Fjarskiftiseftirlitinum, Dátueftirlitinum, Føroya Tele, Vodafone, Føroya Advokatfelagi og Almannamálaráðnum. Bara tvey svar komu eitt frá Dátueftirlitinum, sum ongar viðmerkingar hevur, og eitt frá Føroya Tele, sum er sera atfinningarsamt. Uppskotið er, sambært Føroya Tele, sera dýrt at fremja í verki, tí talan er um at lata upp fyri bæði mongum og sera víðfevndum inntrivum í fráboðanarloyndina. Føroya Tele mælir til, at alt málið verður umhugsað av nýggjum og lagað til føroysk viðurskifti. Útvarpið fer aftur í ár, eins og siður hevur verið í nógv ár, at senda jólaheilsanir frá fjarskotnum føroyingum út í heimi undan jólum. Tú kanst sjálvandi eisini senda jólaheilsanir til tíni kæru heima í Føroyum. Jóla og nýggjársfjarrit frá skipum kunnu ikki sendast umvegis hesa síðuna. Tey skulu sendast her Jóla og nýggjársfjarrit frá skipum til KvF . 2 Send ein teldupost til jolaheilsanir kvf.fo og boða frá, hvaðani jólaheilsanirnar eru sendar, um tað ikki týðiliga sæst á fílunavninum, hvaðani tær eru sendar. Vinarliga hav í huga longu tá upptøkan verður gjørd at hugsa um at fáa ljóðgóðskuna so góða sum til ber. Um jólaheilsanirnar verða sendar um netið, er frægast um tær eru annaðhvørt av fíluslagnum .wav ella .MP3 í so góðari góðsku sum gjørligt. Tað er eisini Kringvarpinum til hjálp, og lættir um arbeiðið, um tað í fílunavninum er tilskilað, hvaðani jólaheilsanirnar eru sendar. Dømi noreg trondheim.wav Ert tú í iva um mannagongdirnar, ert tú sjálvandi vælkomin at seta teg í samband við okkum. Ring á 298 347500, ella send ein teldupost til jolaheilsanir kvf.fo og vit venda síðani aftur. Rúni Joensen frá Expert svar í teldutáttin hesa ferð. Hevur tú spurning til teldutáttin, so ber til at senda spurning til gmf kvf.fo Eitt trol at bjarga tingum í stormi vann árligu FirstLegoLeague kappingina, sum leygardagin varð fyriskipað í Føroya Tele bygninginum í Hoyvík. Evnið var Náttúruvanlukkur, og liðið quot Legoholics quot , sum liðið úr Skúlanum á Argjahamri kallaðist, hevði funnið upp á eitt trol, sum tey kallaðu Netembraser. Við sigrinum sleppa næmingarnir úr 7.b. í Skúlanum á Argjahamri um tríggjar vikur til Bodø í Noregi at kappast móti liðum úr hinum Norðurlondunum. Av teimum 1700 fólkunum, sum hava sett seg á listan yvir tey, sum ynskja sær eina leiguíbúð frá Bústøðum. Yvir 150 av teimum eru fólk, sum í løtuni ikki búgva í Føroyum. Týsmorgunin klokkan 7 41 fekk MRCC eitt neyðarkall frá pólska seglbátinum Rzeszowiak, sum kom í havsneyð, tá manningin sigldi seg inn í eitt ódnarveður við nógvum vindi og tólv metur høgum aldum. Her eru myndir, sum manningarnar á ávikavist vaktar og bjargingarskipinum Brimil og Tyrlutænastuni hjá Atlantic Airways tóku, tá manningin á seglbátinum Rzeszowiak varð bjargað týskvøldið. Kári P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismaður og formaður í Sjálvstýrisflokkinum, sigur seg bera ótta fyri, at tunnilsmálið fer fyri bakka, tí einki hendir í málinum. Danska felagið, CIP, er sinnað at lata sítt tilboð um at byggja, eiga og reka Skálafjarðartunnilin galda til árskiftið, og felagið hevur følt seg fyri í fíggjarmálaráðnum. Annika Olsen, landsstýriskvinna, skjýtur upp, at Barnahúsið verður karmur um tvørfakligt samstarv millum barnaverndartænastur, løgreglu og heilsumyndugleikar í málum um kynsligan ágang og likamligan harðskap. 10 15 mál hava verið seinastu árini, og roknað verður við, at peningurin røkkur til at seta Barnahúsið á stovn í ár og til rakstrarútreiðslur næsta ár. Løgreglan er danskt málsøki, og Bjarne Corydon, fíggjarmálaráðharri, hevur gjørt av, at stjórnin skal seta pening av til avhoyringarútgerð, tá børn verða avhoyrd í nýggja Barnahúsinum. Ein nýggja veljarakanning, sum greiningarfyritøkan Voxmeter hevur gjørt fyri Ritzau tíðindastovuna, gevur sitandi stjórn ein evarska lítlan meiriluta. Stjórnarflokkarnir fáa sambært veljarakanningini 49,7 prosent av atkvøðunum, meðan andstøðuflokkarnir fáa 50 prosent av atkvøðunum. Men tá ið atkvøðurnar skulu vekslast til fólkatinslimir fáa stjórnarflokkarnir ein tinglim meira enn andstøðuflokkarnir. Tað merkir, at føroysku og grønlendsku fólkatingslimirnir kunnu gerast tungan á vágskálini. Føroysku og grønlendsku tinglimirnir vera ikki valdir í Danmark og eru ikki tiknir við í veljarakanningina, sum einans er gjørd í Damnark. Føroysku veljararnir velja tvey fólkatingsumboð og grønlendsku veljararnir tað sama. Tað merkir millum annað, at fólkatingsvalið í Føroyum og í Grønlandi, og ikki fólkatingsvalið í Danmark, verður avgerandi fyri samlaða útfallið av valinum og avgerandi fyri, hvør skal stjórna Danmark. Flúgvingin hjá Atlantic Airways var merkt av illveðrinum, sum byrjaði í gjár. Trý flogfør, tvey rutuflogfør og eitt leiguflogfar, vóru seinkað av veðrinum, men tey eru lend í dag. Í dag hoyra vit 2. part av hoyrispælinum um Sigmund Brestisson. Tað er Jóannes Lamhauge, sum hevur skrivað, sigur frá og hevur lagt til rættis. Finnur Hansen hevur verið tøkningur. Nýggju avlurtingarmøguleikarnir, sum landsstýrið vil geva løgregluni, skulu bara brúkast til tann heilt grova kriminalitetin. John Kølbæk, fúti, segði við útvarpið í gjár, at tað sostatt IKKI verða tey, sum selja eitt sindur av hashi, ella tey, sum hava nakrar plantur av potti uppi á loftinum, sum løgreglan ætlar sær eftir við nýggju avlurtingarmøguleikunum. Spurnigurin er Vit eiga eina 4 ára gamla dóttur sum gongur í barnagarði, hon er ein genta sum veit hvat hon vil. Tá eg heinti hana úr barnagarðinum seinnipartar, kann tað gott taka langa tíð um at koma avstað, vit skulu ofta bæði eitt og annað áðrenn hon er klár, tað kemur meir enn so fyri at eg fari avstað við henni grátandi. Eg haldi at tað er so keðiligt, at tað tekur so langa tíð um at koma út úr barnagarðinum, hevur námsfrøðingurin nøkur góð ráð til hetta Fleiri av ES londunum eru hart sperd fíggjarliga, og semjan hevur við sær, at londini ikki fáa størri byrðar, enn tey kunnu klára. Semja er um, at pengarnir skulu nýtast til at fáa ungfólk í arbeiði, og til smáar og lítlar fyritøkur, sigur varafíggjarmálaráðharrin í Litava, Algimantas Rimkunas í tíðindaskrivinum. Amøban, sum elvir til táknusjúkuna AGD, er staðfest í føroyskum alibrúkum. Illgruni er um, at sjúkan verður flutt millum alibrúk gvið barlastvatni frá skipum. Johan Dahl hevur biðið landsstýrismannin við fiskivinnumálum koma á fund at viðgera støðuna, Jacob Vestergaard, sum umsitur skipamál í landsstýrinum, vil ikki seta reglur um barlastvatn í gildi í Føroyum fyrr enn altjóða sáttmálin, IMO sáttmálin, verður settur í gildi. Morgunkaffi verður sent týsmorgnar úr Kaffihúsinum undir Bryggjubakka. Er onkur persónur, ið tú kundi hugsað tær at drukkið morgunkaffi við, so er at senda eini boð til gmf kvf.fo vit royna síðani royna vit at fáa avtlauna í lag. Ferðaætlanin verður nøkunlunda tann sama, sum røkti Suðuroyarleiðina fyrr í ár. Tað vil siga, at Norrøna fer at sigla tveir túrar millum Tórshavn og Vág um dagin. Fiskiskapurin hjá nýggjasta farinum í føroyska uppsjóvarflotanum, Tummas T, hevur hilnast væl síðan skipið kom í føroyska flotan í vár. Pf. Varðin í Gøtu keypti skipið frá Norðmonnum. Síðan hevur skipið so at siga út í eitt roynt eftir makreli og sild. Men nú liggur Tummas T á Kollafirði og krokar. Vit nýttu høvið til at fara ein túr umborð at tosa við skiparan, Virgar Fagraklett, um fiskiskap, og við Tummas Thomsen, sum skipið er uppkallað eftir. Tummas var ein av undangongumonnunum í reiðaríðnum pf. Varðin Bóndahúsini eystanfyri ánna, kaldbaksmegin, verða í hesum døgum endurnýggjað øll sum tey eru. Her fara trý ættarlið at húsast undir somu lon, tey nýggju bóndafólkini Solveig og Jákup Petersen, børnini og tey gomlu bóndafólkini. Nýggi festarin, Jákup Petersen, leggur seg eftir at reka seyðahaldið á sama hátt sum pápin Andrias, ið er ein kendur seyðabóndi. Jákup heldur, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan setir alt ov hørð krøv, at selja seyðakjøt í handlinum. Gamli bóndin, Andrias, ivast ikki í, at Jákup verður ein góður bóndi, tí hann hevur hegni til tað. Bóndakonan Solveig gleðir seg nógv til at seta búgv í Kaldbaksbotni og vera við í øllum á garðinum. Og gamla bóndakonan Sonja greiðir frá, tá hon eisini var lærari í Kaldbaksbotni hjá sínum egnum børnum og børnunum á grannagarðinum. Sundsmegin ánna hevur garðurin eisini fingið nýggjan festara. Í oktober í fjør festi Pætur Bærentsen eftir ommuna Sólbrún. Pætur er hugagóður og fegin um at hava fingið hendan møguleikan, men nú hann er farin at endurnýggja tey fýra seyðhúsini á garðinum, er hann vónbrotin um, at hann ikki hevur fingið eitt oyra av tí stóru upphædd, garðurin hevur fingið fyri at selja jørð til landsvegir og støðina í Mjørkadali. Hesar milliónir standa í Jarðargrunninum. Umstøðurnar eru nógv broyttar, síðani 81 ára gamla Sólbrún Bærentsen kom í Kaldbaksbotn sum ung bóndakona í 1952. Hon hevur nógv at siga frá. Eitt nú búðu tey har, tá støðin í Mjørkadali varð gjørd. Birgir Bærentsen, sum er eitt av teimum sjey børnunum hjá Sólbrún, greiðir frá, hvussu avbyrgd tey vóru sum børn í Kaldbaksbotni. Men tað var kortini eitt sera ríkt barnalív, staðfestir Birgir. Tað er rætt at einskilja landsjørðin til festibøndurnar. Tað heldur Pætur Bærentsen, bóndin í Kalbaksbotni. Treytirnar at vera festibóndi í Føroyum eru óhoyrt vánaligar, sigur hann. Karsten Hansen, landsstýrismaður, sum umsitur pengarnar hjá landsstýrinum til neyðhjálp, hevur gjørt av, at 200.000 krónur skulu latast til Filipsoyggjarnar. Neyðhjálpin, sum almennu Føroyar nú veitir, verður latin Reyða Kross Føroya, sum síðani sendir hana til neyðhjálpararbeiðið í Filipsoyggjunum. Endamálið við stuðulsupphæddini skal vera at veita bráðfeingis hjálp til tey mongu, ið eru komin í neyð av ódnini, sigur landsstýrismaðurin í tíðindaskrivi. Ódnin sum rakti Filipsoyggjarnar um vikuskiftið, er tann harðasta sum nakrantíð hevur rakt land. Vindferðin var einar 88 metrar um sekundið, og í hvirlunum uppí 110 metrar um sekundið, upplýsa myndugleikarnir. Enn er ógreitt, hvussu nógv fólk hava latið lív í ódnini, men fyribils metingar siga í minsta lagi 10.000 deyð og fleiri enn 11 milliónir fólk er rakt av ódnini so ella so. Løgreglan hevur eftirlýst at fáa dagførdar heimildir til at avlurta og avlesa samskifti millum persónar, sum hava í hyggju at fremja narkokriminalitet í Føroyum. Heimildirnar hava verið ónøktandi, og sambært løgregluni hava kriminellir persónar ov lætt spæl. Teir vita fullvæl, hvat løgreglan megnar at avlurta og avlesa, og hvat løgreglan ikki megnar og so hevur samskiftið verið kanaliserað aðrarvegir. Uttan um radaran hjá politinum. Men nú skal løgreglan fáa nýggjar og dagførdar eftirlitsheimildir og fremstu tøknina, og tí skal stóri danski avlurtingar og eftirlitspakkin setast í verk at galda í Føroyum eisini. Í Danmark hava heimildirnar í stóran mun verið nýttar av fregnartænastuni í sambandi við yvirgang, men greitt er, at í Føroyum verður eftirlitspakkin ikki settur í gildi av ótta fyri yvirgangi, men av ótta fyri narkotika. John Kølbæk, fúti váttaði fyri útvarpinum í gjár, at reiðsskapirnir í nýggju heimildunum fyrst av øllum skulu brukast í stríðnum móti rúsevnum og tað sama sigur løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, sum hevur lagt uppskotið fyri tingið at taka støðu til, áðrenn tað fer í Fólkatingið, sum endaliga skal seta tað í verk. Landsstýrið hevur í dag lagt fram ætlanina fyri, hvussu alt eldraøkið skal leggjast út til kommunurnar at umsita frá 1. januar 2015. Kommunurnar hava mett, at tað fer at kosta 400 milliónir krónur at umsita eldraøkið, meðan Annika Olsen, landsstýriskvinna við almannamálum, hevur nevnt 300 millónir krónur. Í nýggja lógaruppskotunum, sum er sent til hoyringar, fáa kommunurnar 356 milliónir frá landinum til at umsita eldraøki. Hendan upphæddin kann tó broytast í mun til tær útreiðslurnar, sum verða á eldraøkinum í 2014. Kommurnurnar skulu skipa seg í seks samstarvsøki, og Annika Olsen, landsstýriskvinna við almannamálum, sigur seg vænta, at kommurnurnar fara at megna hetta. Maskinmeistarafelagið og Skipara og Navigatørfelagið hava í nýggja sáttmálanum góðtikið, at strandfaraskipini sigla í tríggjar vikur, eftir at verkfall er lýst. Talan er um viðurskifti sum eru kravd í nýggju semingslógini, sum løgtingið samtykti fyrr í ár, sigur Páll Hansen, formaður í Maskinmeistarafelagnum. Helena Dam á Neystabø tikið sæti á løgtingi fyri javnarflokkin, nú Kristin Michelsen hevur nú biðið løgtingið um farloyvi í óásetta tíð. Hetta skrivar tíðindaportalurin in.fo. Kristin Michelsen, sum er borgarstjóri á Tvøroyri sigur við in.fo, at tað er býráðsarbeiðið, sum hevur fingið hann at taka farloyvi í Løgtinginum beint nú. Høvuðsorsøkin til, at tað ikki ber til at røkja bæði embætini, sigur Kristin Michelsen vera, at ferðasambandið millum Suðuroynna og meginøkið er so óálítandi. Eisini verður práta um áhugan hjá Sonna fyri tónleiki og um tónleikasendigarnar, ið hann legði til rættis, tá hann starvaðist sum útvarpsvertur í Útvarp Føroya. Øll skulu hava eina pensjónsamanparing upp á 15 prosent, og tey, sum ikki longu hava eina samansparing, skulu byrja at spara saman á nýggjárinum eitt prosent í 2014, tvey prosent í 2015, trý í 2016, og soleiðis skal samanparingin hækka við einum prosenti hvørt ár, til hon er komin uppá 15 prosent í 2028. Samansparda pensjónin verður, saman við útgjaldinum úr Samhaldsfasta, tað, sum fólk skulu liva av, tá tey 70 ára gomul kunnu fara av arbeiðsmarknaðinum. Tí ætlanin er eisini, at pensjónsaldurin skal hækka stigvíst frá 67 árum. Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtaki, og Annika Olsen, landstýriskvinna í almannamálum, vera í sjónvarpsstovuni. Bogi Godtfred er vertur. quot Ruskposin var ein av teimum vanligu gráu, og tað var bundið um kjaftin. Í hesum var einki løgið. Tann grøni teksturin á posanum og búmerkið hjá kommununi var eisini, sum tað plagdi. Tað óvanliga var tann dimmholdaði fóturin við reyðum lakki á neglunum, sum stakk út úr posanum. Ruskposin lá í vørurúminum á einum hvítum arbeiðsbili, sum lagghallur stóð mitt í draslinum uppi á brennistøðini á Hjalla. quot Ein kvinna verður funnin deyð í einum vørubili, og vísir tað seg, at drápið hevur samband við kvinnur, sum doyðu fyri tjúgu árum síðani. Tá blivu skriftstøð úr Prædikaranum funnin í nánd av teimum deyðu, og soleiðis er eisini nú. So leingi vit hava 1000 1500 fólk, sum eru arbeiðsleys, kunnu vit ikki lata arbeiðsmarknaðin fullkomiliga upp, siga feløgini í Samtaki. Johan Dahl vissaði Samtak um, at ætlanir ikki eru um at lata upp fyri allari útlendskari arbeiðsmegi, men bert tí arbeiðsmegi, sum tørvur er á. Tí er ætlanin at seta ein arbeiðsbólk, sum skal finna møguligar mátar at fáa júst hendan bólkin av arbeiðsleysum út á arbeiðsmarknaðin aftur. Tað skrivar Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin, sum eisini er goodwill ambasadørur fyri Projekt Salt og sjálvur situr í bygginevndini fyri verkætlanina. Eisini frætta vit um Digital Story Lab, ið er verkstova fyri ung frá 12 árum, og um savnsdagin, ið hesuferð snúði seg um føroyska hvalaveiðu og varðveitingina av Hvalastøðini við Áir. Í mentanarálmanakkanum frætta vit um eitt nú nýggju bókina Brodering til tann føroyska tjóðbúnan eftir Paulinu M. K. Eliasen, og konsertina við Jienat. Í sendingini hoyra vit Rannvá Næs Hoydal, Sasho Bjartsson, Hedvig Westerlund Kapnas, Nikoline Lohman, Róa Sørensen, Helga Jacobsen, Erland Viberg Joensen, Gunbjørn Joensen, Lenu Nolsøe, Andreas Filflet og Pauline M. K. Eliasen. Sama dag, sum Katrin Joensen í Havn og maki hennara fingu lykilin til húsini, tey høvdu keypt, varnaðust tey luktin av fukt. Men tá var ov seint at iðra. Fyrrverandi eigarin segði seg einki kenna til, at soppur var í húsunum, hóast Katrin og familja hennara longu fyrsta dagin eftir at tey vórðu flutt inn varnaðust fukttrupulleikar. Men 350 milliónir krónurnar, sum eru nevndar, eru ov lítið, staðfestir Heðin Mortensen, formaður í Kommunusamskipa Føroya og borgarstjóri í Havn. Í dag hoyra vit 3.part av hoyrispælinum um Sigmund Brestisson. Tað er Jóannes Lamhauge, sum hevur skrivað, sigur frá og hevur lagt til rættis. Finnur Hansen hevur verið tøkningur. Kjakið var heitt millum Anniku Olsen, landsstýriskvinnu við almannamálum, og Sonju Jógvansdóttir, samskiparan í Samtaki í sjónvarpinum í gjárskvøldið. Harðasti orðadrátturin millum Anniku Olsen og Sonju Jógvansdóttir snúði seg um, hvørt nýskipanin er nóg samhaldsføst, ella um hon tvørturímóti fer at hava við sær ein stóran mun á ríkum og fátøkum pensjónistum. Atlantic Petroleum fer at fremja eina kapitalhækking í sambandi við, at felagið skiftir keypsskálan í Reykjavík út við tann í Oslo. Ætlanin er at vaksa eginpeningin við 150 til 200 milliónum krónum. Ben Arabo, stjóri í Atlantic Petroleum, sigur, at skrásetingin í keypsskálanum í Oslo fer at gera felagið meira sjónligt og verður ein varði á leiðini at fremja vakstrarætlanirnar hjá felagnum og oljuleiting í Noregi. Atlantic Petroleum kunngjørdi eisini í morgun úrslitið fyri 3. ársfjórðing í ár. Úrslitið fyri 3. ársfjórðing fyri skatt var 7,2 milliónir krónur. Elisabeth Aspaker sigur, at makrelmálið hevur hægstu raðfesting, og at samráðingarfólkini frá ymisku strandalondunum fara komandi vikurnar at royna at finna eitt samráðingarúrslit, sum gjarna fyriliggur fyri jól. Málsligi ráðgevin svarar eisini hesum spurningi Gjaldið limagjaldið umvegis heimasíðuna. Hesa orðingina hoyra vit ofta, men ber til at siga soleiðis, spyr ein lurtari. BMI Regional hevur høvuðssæti í Aberdeen í Skotlandi, og flogfelagið flýgur millum stóru skotsku býirnar og til flestu størri býir í Onglandi og stóran part av Evropa eisini. Eisini verður flogið upp á Esbjerg, Billund og Keypmannahavn í Danmark, Gøteborg í Svøríki og Kristianssund í Noregi. Flogførini, sum felagið brúkar, eru av slagnum Embraer og taka ávikavist 37 og 49 ferðafólk. Stjórin í Vága Floghavn, Jákup Sverri Kass, sigur við Vágaportalin, at bretarnir vór væl nøgdir við túrin. Atlantic Petroleum satsar nú uppá Norra. Felagið keypti seg í fjør inn í fleiri leitiloyvi í norskum sjógvi, og í næstum takkar felagið fyri seg á virðisbrævamarknaðinum í Reykjavík og skrásetir seg á norska keypsskálanum. Nýggja kósin merkir tó ikki, at Atlantic Petroleum sleppur øllum. Atlantic Petroleum hevur spakuliga bygt upp lønsama framleiðslu aðrastaðni og felagið hevur virksemi í nógvum londum í dag. Framtíðin hjá felagnum er ikki einans norsk Heilsuverkið skal broytast munandi, men hvussu verður tað framt í verki Heri Ellingsgaard, stjóri á Klaksvíkar sjúkrahúsi, Sigurd Ólason Vang, stjóri á Landssjúkrahúsinum, og Ronnie Midjord, stjóri á Suðuroyar sjúkrahúsi, viðgera heilsunýskipanina. Fiskimenn hava sátt iva um yvirlitstrolingarnar hjá Havstovuni, men samsvar er millum tað, sum Magnus Heinason fær, og tað, sum línuflotin fær, sigur fiskifrøðingur. Landsstýrismaðurin í landbúnaðarmálum, Jacob Vestergaard, ætlar at einskilja landsjørðina. Spurningurin er, hvussu hetta skal gerast. Hvør sleppur at keypa Verða festarar tiknir fram um hini hóast talan er um ogn Føroya fólks Vit skifta orð um ætlanina hjá landsstýrismanninum. Fyri 33 árum síðani tóku Føroyar fólk við menningartarni heimaftur, men hava vit skapt nøktandi umstøður til tey Saman við forkvinnuni í Javna taka vit samanum støðuna hjá teimum við menningartarni Grækaris Djurhuus Magnussen, Kári Sólstein og Solby Christiansdóttir leggja tilrættis. Fólk eru ósamd á máli, hvørt tað er rætt at einskilja landsjørðina. Í útvarpsstovuni at tosa um evnið eru Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, Sigert Patursson, bóndi og formaður í Bóndafelagnum, Regin Borðoy, bóndi millum Fjarða í Eysturoynni, og Gunnar Bjarnason, cand. agro, sum starvast í Búnaðargrunninum. Hoyri viðgerðina um landsjørðina í RADARANUM Jákup av Skarði vísur eisini á, at um skúlin áhaldandi skal røkja og menna KT økið, so eiga KT vørðarnir ikki bert at fáa stundir til at røkja KT amboðini. Norski fiskimálaráðharran, Elisabeth Aspaker, vónar at finna eina semju í makrel og sildatrætuni áðrenn jól. Tað sigur hon við norsku tíðindastovuna NTB, eftir fund við ES fiskivinnukommiserin Mariu Damanaki mánadagin. Elisabeth Aspaker sigur, at makrelmálið hevur hægstu raðfesting, og at samráðingarfólkini frá ymisku strandalondunum fara komandi vikurnar at royna at finna eitt samráðingarúrslit, sum gjarna fyriliggur áðrenn jól. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, fegnast útsøgnina, tí Noregi og ES vita neyvt, hvat føroyska makrel og sildakravið er. Tí ber útsøgnin hjá norska fiskimálaráðharranum boð um, at Noregi og ES eru sinnað at ganga Føroyum á møti í makrel og sildatrætuni. Listaverkini hjá Kurt Trampedach vóru sera persónlig og at rokna sum ein sálarferð inn í persónmenskuna hjá listamanninum. Ofta var listin myrk og ófrættakend. Aðru hvørja viku avmynda bloggararnir frá Fjøllini Dansa onkran, sum tey halda hevur serliga feitan stíl. Hesa vikuna er tað Vár Samuelsen, ið er avmyndað. Lagt til rættis Alda Eyðunsdóttir Mohr info roddin.fo Hevur tað nógv at siga, hvussu tú sært út Ja, tað hevur eitt sindur at siga fyri meg. Vanligar skúlamorgnar geri eg ikki nakað serligt burturúr. Men tá eg skal okkurt serligt, dámar mær væl at gera eitt sindur burtur úr. Hvar keypur tú tíni klæðir Tað er øgiliga ymiskt, hvar eg keypi míni klæðir. Tey allar flestu klæðini hjá mær eru keypt í Onglandi ella Danmark. Eg havi ikki nakað serligt yndismerki, men mær dámar væl Nordic Poetry og Monki. Tá ið eg keypi í Føroyum er tað nokk mest í Bláakrossi og slíkum. Hvat er títt yndisplagg Tað er kanska eitt sindur keðiligt, men mítt yndisplagg má nokk vera mín svarti frakki frá Monki. Hann kann brúkast til alt, sum er í mínum klæðnaskápi. Hvat hevði tú ongantíð funnið uppá at farið í Tað eru einki, ið eg ordiliga hati, men eg hevði nokk ikki farið í einar joggingbuksur ella okkurt neon út um hurðina. Eiheldur dámar mær at ganga í cowboybuksum. Eg veit ikki, hví tað er, men eg fái ikki nakað at passa saman við cowboybuksum. Kristina Háfoss, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hevur nú kært landsstýrismannin í fíggjarmálum til formansskapin fyri at leggja uppskot fyri løgtingið, áðrenn hoyringsfreistin er farin. Tingkvinnan fyri Tjóðveldi vísir á eina røð av uppskotum, sum Jørgen Niclasen hevur lagt fyri løgtingið, áðrenn freistin at gera viðmerkingar til uppskotið er úti. Eitt nú forskatting av pensjónum, flatskatt, avtøku av Landsbanka Føroya og nú seinast eitt lógaruppskot um broytingar í eftirlønarøkinum. Í kæruni til formanskapin vísir Kristina Háfoss millum annað á, at um óvanin heldur fram, so er vandi fyri, at hoyringspartarnir gevast við at lata hoyringssvar inn, tá hesi ikki verður tikin fyri fult. Í kæruni heitir tingkvinnan eisini á formansskapin um at heita á løgmann um at syrgja fyri, at landsstýrisfólkini halda ásetingarnar í Tingskipanini, tá tey leggja lógaruppskot fyri tingið. FM í styrkilyfting var leygardagin í Yndi Fitness í Havn. Hjá monnunum kláraði Bogi Hammer at endurvinna FM. Kinna úr Dímun vann hjá kvinnunum. Fleiri met vórðu sett í kappingini. Kinna úr Dímun setti trý nýggj nýtt met. Hon lyfti 125 kg. í Squat, 75 kg í bonki, og hon lyfti 155 kg. í deadlift. Jákup Peter Djurhuus setti tvey met. Hann lyfti 245 kg. í Squat, og hann fekk nýggjan total á 655 kg. Aðru hvørja viku avmynda bloggararnir frá Fjøllini Dansa onkran, sum tey halda hevur serliga feitan stíl. Hesa vikuna er tað Vár Samuelsen, ið er avmyndað. Lagt til rættis Alda Mohr Eyðurnardóttir info roddin.fo Hevur tað nógv at siga, hvussu tú sært út Ja, tað hevur eitt sindur at siga fyri meg. Vanligar skúlamorgnar geri eg ikki nakað serligt burturúr. Men tá eg skal okkurt serligt, dámar mær væl at gera eitt sindur burturúr. Hvar keypur tú tíni klæðir Tað er øgiliga ymiskt, hvar eg keypi míni klæðir. Tey allar flestu klæðini hjá mær eru keypt í Onglandi ella Danmark. Eg havi ikki nakað serligt yndismerki, men mær dámar væl Nordic Poetry og Monki. Tá ið eg keypi í Føroyum er tað nokk mest í Bláakrossi og slíkum. Hvat er títt yndisplagg Tað er kanska eitt sindur keðiligt, men mítt yndis plagg má nokk vera mín svarti frakki frá Monki. Hann kann brúkast til alt, sum er í mínum klæðnaskápi. Hvat hevði tú ongantíð funnið uppá at farið í Tað eru einki, ið eg ordiliga hati. men eg hevði nokk ikki farið í einar joggingbuksur ella okkurt neon út um hurðina. Eisini dámar mær ikki at ganga í cowboybuksum, eg veit ikki hví, tað er, men eg fái ikki nakað at passa saman við cowboybuksum. Í dag hoyra vit 4. part av hoyrispælinum um Sigmund Brestisson. Tað er Jóannes Lamhauge, sum hevur skrivað, sigur frá og hevur lagt til rættis. Finnur Hansen hevur verið tøkningur. Í gjárskvøldi var mentanarkaf í Norðurlandahúsinum í samband við Ung í Føroyum, sum verður í vikuskiftinum. Í kvøld stendur kaf in enn uppi, og her ber til at síggja skránna og lesa meira um tiltakið. Deyðssyndin í hesi sending er havisjúkan ella kraddaralyndi. Sagt verður, at tú kanst verða mettur av mati, upplivingum og kynsligari tráan, men ikki av huginum at vilja hava meira, at girnast alt og øll og bert vilja leggja inn undir seg. Eisini verður sagt frá deyðssyndini luxuria siðloysi. Tá deyðssyndirnar vóru feldar á blað, var alneyðugt at verja kirkjuna móti hor, morð og siðloysi. Maria V. Hansen skrivar í lesararbrævi í skúlablaðnum, at ein mannligur lærari í núverandi skipan fær væl meiri útgoldið í eftirløn, altso í lívrentu, enn tann kvinnuligi, hóast talan er um somu starvstíð og sama áramál. Hetta kemst av, at sambært hagtølunum, liva kvinnur longri enn menn, og tí skal teirra samanspardi peningur strekkja longri. Tí fær ein kvinnuligur lærari minni útgoldið um mánaðan í eftirløn enn ein mannligur lærari. Maria V. Hansen heldur, at allir lærarar sjálvsagt eiga at fáa tað sama, og at munur ikki eigur at gerast á kynunum. Hon sigur, at Lærarafelagið fer at samráðast við eftirlønarveitaran hjá felagnum um møguliga at gera broytingar í mánaðarliga útgjaldinum til kvinnur, so bæði kynini fáa somu upphædd um mánaðan. Tann 31. oktober 2013 undirskrivaði Føroya Lærarafelag sáttmála við Fíggjarmálaráðið. Í sáttmálanum bleiv einki gjørt við eftirlønir. Eftirlønin hjá lærarum er 17 av lønini. Tey børnini, sum vórðu kannað í kohortu 1 kanningunum, verða nú kannað av nýggjum. Tey vórðu fødd í 1986 og 87 og eru um 27 ár í dag. Sambært Pál Weihe, yvirlækna, so fáa hesi fólkini í boðið í at fáa kannað immunverjuna og kannað verður, hvussu nógv andevni, tey hava í kroppinum. Ein kanning, sum varð almannakunngjørd av deildini fyri Arbeiðs og almannaheilsu í januar 2012, staðfestir, at umleið 10. hvør koppseting ikki virkar sum hon skal. Kanningar hava víst, at 10. hvør, sum er koppsettur, ikki hevur nóg mikið av andevnum í kroppinum til at verja móti sjúkuni, sum viðkomandi er koppsettur fyri. Í dag fer løgtingið at viðgera spurninginum, um løgreglan skal hava víðkaða heimild til at loynilurta telefonir, fartelefonir, teldur og á annan hátt eygleiða fólk uttan teirra vitan. Bjørn Elmquis, hægstarættarsakførari og formaður fyri Retspolitisk Forening í Danmark, ávarar staðiliga løgtingslimir at samtykkja uppskotið. Í útvarpið í gjár kallaði hann uppskotið fyri ein lið í einari óndari eftirlitisringrás. Tað er rætturin hjá føroyingum at liva eitt frælst lív uttan yvirumsjón, sum er til viðgerðar. Í dag leggja Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin eitt uppskot fyri løgtingið, sum hevur til endamáls at hækka viðbótina til fólkapensjónistar. Teir støku pensjónistarnir mugu klára seg fyri góðar 10.000 krónur um mánaðin, áðrenn skatt, meðan ein giftur pensionistur hevur um 9.000 krónur um mánaðin, áðrenn skatt. Hetta er ein sera lág inntøka í dagsins samfelag, halda Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi. Tí kostnaðarstøði í Føroyum gerst alsamt hægri, samstundis sum fólkapensjónin ikki er hækkað samsvarandi. Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin skjóta í fyrstu syftu upp at hækka viðbótina til fólkapensjónina við 3.000 krónum um árið fyri giftar fólkapensjónistar, og 4.200 krónur um árið fyri stakar fólkapensjónistar. Uppskotið kemur at kosta landinum 17 18 milliónir krónur Tjóveldi og Javnaðarflokkurin ætla at fíggja uppskotið partvíst við meirjáttan, sum í forvegin er á játtanini til fólkapensjón, og partvíst við átaki, har eftirlitsparturin hjá TAKS verður styrktur, og inntøkur landsins øktar samsvarandi. Flokkarnir vænta, at ein hægri viðbót vil økja nýtsluna í samfelagnum, og geva eina avleidda avgjalds og skattainntøku til landið. Vit hava altíð roynt at tillagað okkum nýggjastu tøknina, fyri veita brúkarum eina tíðarhóskandi tænastu, sigur Jonhard Mikkelsen, stjóri í Sprotanum. Støðan í Hesti er ikki tann besta. Fólkatalið er minkað nógv seinnu árini, og meðalaldurin nærkast skjótt pensjónsaldri. Onki barn er í bygdini og vinnuligt arbeiði er onki, so tað er greitt, at bygdin og oyggin hevur nakrar stórar avbjóðingar fyri framman. Góðan Morgun Føroyar hevur tosað við Jørmund achariasen úr Hesti. Hon sær ógvuslig út myndin av Teistanum í høgari aldu, sum seinastu dagarnar er farin við miklari ferð víða um á sosiala miðlinum, Facebook. Myndin er ikki bert ógvuslig, tí hon er eisini sera væl umtókt, og hevur fingið óvanliga nógv raquo klikk laquo á Facebook , síðani hon varð løgd á netið. Myndin er raquo deild laquo fleiri enn 100 ferðirnar á Facebook, síðani Einar Joensen í Skopun legði myndina út týskvøldið, tað vil siga fyri tveimum døgum síðani. Ein føroyskur fotografur, kvf.fo hevur verið í samband við, heldur, at myndin kann tykjast eitt sindur ivasom, men at hetta er trupult at siga við vissu, tá hann ikki hevur sæð myndina í betri góðsku. Hvat heldur tú Er talan um eina veruliga mynd, sum er tikin í óvanliga høgari aldu á einum føroyskum fjørði, ella er talan um fleiri myndir, ið eru settar saman til eina mynd Tannáringar í dag minnast ikki, at man sigldi um Vestmannasund. Tað er ein av orsøkunum til, at Dánjal Poulsen og Heini F. Petersen fóru undir at geva samferðslusøguna í Vágum út í bók. Tað byrjaði við eini myndaframsýning í sambandi við at Vágatunnilin varð tikin í brúk. Í samrøðuni við Dánjal Poulsen í dag greiðir rithøvundurin frá, at Vágatunnilin var størsta hendingin yvirhøvur fyri Vágar. Eisini verður nomið við týdningin, sum annar heimsbardagi hevði fyri samferðslukervið í Vágum. Eitt nú varð farið yvir til vinstrakoyring í sambandi við at talið av akførum í oynni varð hundraðfaldað. Hoyr Dánjal greiða frá, at danir ikki trúðu at fast flogsamband kundi vera upp á Føroyar, um Niðjaraveg í Sørvági, um vegin oman á Fútaklett og umstøðurnar at koyra tá og um framtíðar avbjóðingarnar í samferðsluni í Vágum. Eitt berghol av Fútakletti til Vatnsoyrar er næsta avbjóðingin í samferðsluni til flogvøllin, heldur Dánjal Poulsen. Í samrøðuni er eisini eitt ljóðbrot, har Marius Johannessen lesur úr bókini hjá Heðini Brú, Feðgar á Ferð. Tosað verður við Jonhard Mikkelsen frá Sprotanum um nýggju appina. Hon er ókeypis til 1. januar, men kostar síðani 39 krónur um mánaðin Dátueftirlitið hevur til uppgávu at verja persónsupplýsingar hjá føroyska borgaranum, men vil ikki blanda seg upp í málið um at geva løgregluni víðari heimildir at loynilurta borgarar. Tað er ikki okkara málsøki, sigur stjórin í Dátueftirlitinum. ldquo Dátueftirlitið er ein óheftur fyrisitingarmyndugleiki, sum vegleiðir og ráðgevur borgarum, myndugleikum og fyritøkum um persónsupplýsingarlógina og hevur eftirliti við, at persónsupplýsingarlógin verður hildin. Dátueftirlitið hevði ongan viðmerking um, hvørjar avleiðingar nýggi avlurtingarpakkin, sum er fyri í løgtinginum í dag, kann fáa fyri persónligu verndina hjá borgaranum. Stjórin í Dátueftirlitinum, Eyðhild Skaalum, vil ikki gera samrøðu við Kringvarp Føroya um, hví Dátueftirlitið, sum sigur seg hava sum missión at vegleiða og ráðgeva myndugleikum, ikki hevur vegleitt og ráðgivið myndugleikunum í hesum førinum. ldquo Persónsupplýsingarlógin, sum er tann lógin, sum dátueftirlitið umsitur, fevnir ikki um danska myndugleikar í Føroyum, quot sigur Eyðhild Skaalum, stjóri í Dátueftirlitinum. Hon skrivar í lesararbrævi í skúlablaðnum, at ein mannligur lærari í núverandi skipan fær væl meiri útgoldið í eftirløn, altso í lívrentu, enn tann kvinnuligi, hóast talan er um somu starvstíð og sama áramál. Hetta kemst av, at kvinnur liva longri enn menn, og tí skal teirra samanspardi peningur strekkja longri. Tí fær ein kvinnuligur lærari minni útgoldið um mánaðan í eftirløn enn ein mannligur lærari. Maria V. Hansen heldur, at allir lærarar sjálvsagt eiga at fáa tað sama, og at munur ikki eigur at gerast á kynunum. Tí eiga kvinnur at fáa meira í eftirløn enn menn. Sambært Mariu V. Hansen fer Lærarafelagið fer at samráðast við eftirlønarveitaran hjá felagnum um møguliga at gera broytingar í mánaðarliga útgjaldinum til kvinnur, so bæði kynini fáa somu upphædd um mánaðin. Avtalan er, at blokkurin, sum komandi ár verður 635,4 milliónir krónur, verður hin sami komandi trý árini, men at hann skal prístalsviðgerast á hvørjum ári komandi trý árini samsvarandi við prístalsvøksturin í Danmark. Allir flokkarnir í fólkatinginum tóku undir við uppskotinum eisini andstøðan tá uppskotið var til 1. viðger í fólkatinginum týsdagin. Handilsbannið, sum ES setti í verk í summar, hevur uttan iva við sær, at útflutningurin til Russlands í ár verður metstórur, skrivar Løgmansskrivstovan á heimasíðuni. Tørvurin á góðum handilsviðurskiftum við londini eystanfyri hevur sjáldan verið størri. Frá politiskari síðu verður støðugt arbeitt fyri at gera marknaðarmøguleikarnar betri. Eisini hava alivinnan og pelagiska vinnan gjørt vart við seg, og vilja hava so góð handilsviðurskifti sum gjørligt við londini eystanfyri. Fyri at betra um møguleikarnar, var Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður í farnu viku á fundi í Russlandi og Kasakstan í eini roynd at tryggja føroyskum útflytarum so góðar treytir sum gjørligt. Meginparturin av útflutninginum til londini eystanfyri, er laksur og uppsjóvarfiskur, og um tað ber til at beina tollforðingar av vegnum, so kann útflutningurin vaksa munandi, skrivar løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen. Arbeitt verður samstundis við at betra um handilsviðurskftini við Kina, Brasilia og Turkaland, og við at fáa ein fríhandilssáttmála við Ukraina, stendur millum annað á heimasíðuni hjá Løgmansskrivstovuni. Seinnapartin týsdagin datt ein kvinna, sum vaskaði í pakkirúminum, tveir metrar niður úr einum torni, og varð flutt á skaðastovuna. Síðani í vár hevur virkið í Kollafirði verið undir herdum eftirliti, og Arbeiðseftirlitið hevur víst á 33 ymisk viðurskifti á virkinum, sum leiðslan treytaleyst hevur gingið undir at broyta, til tess at tryggja arbeiðsumhvørvið. Hóast óvanliga mong arbeiðsóhapp, hevur virkisleiðslan á Faroe Pelagic sýnt góðan samstarvsvilja at seta tiltøk í verk, eisini eftir seinasta óhappið, sigur Leivur Persson, leiðari á Abeiðseftirlitinum. Ein meting skal eisini gerast av øllum arbeiðsplássinum í Kollafirði. Tað verða uttanhýsis ráðgevar, sum fara at gera hesa metingina, og Arbeiðseftirlitið skal góðkenna ráðgevararnar frammanundan, sigur Leivur Persson. Tá árið er úti, hava 382 miljónir fólk kring heimin diabetes, og so nógv hava ongantíð fyrr havt sjúkuna, upplýsir altjóða diabetesfelagið, á altjóða degnum fyri diabetes, sum er í dag. Altjóða diabetesfelagið, IDF, upplýsir, at í fjør høvdu 371 milliónir fólk diabetes. Hildið verður, at talið fer at økjast uppí 592 milliónir fólk í 2035. Altjóða diabetesfelagið upplýsir, at viðgerðin fyri diabetes nú kostar 3.000 milliardir krónur um árið, og útreiðslurnar økjast hvørt ár. Tá talan er um diabetes, stendur ringast til í Kina, og í londunum í vestara partinum av Kyrrahavinum. Har hevur triðjahvørt vaksið fólk diabetes. Um tað er ótrúskapur, ella ikki, tað fara Ann Dahl Hansen, prestur, og Turið Horn, psykoterapeutur og parráðgevi, at siga sína hugsan um. Eisini hevur ein onnur kvinna skrivað okkum bræv, har evnið aftur er ótrúskapur. Í hennara føri, er hon ótrúgv móti manni sínum, og maðurin, hon er ótrúgv við, er ongin minni enn gifti stjóri hennara. Triðja brævið er frá einum manni. Hann ánar ikki, hvat hann skal gera, tí kona hansara nýtir harðskap móti honum. Umframt, at hon er so øvundsjúk, at hann ikki fær livað eitt sosialt lív. Flestu íbúgvarnir á Rødbygaard høvdu menningartarn, men ikki allir. Summi gingu í skúla ella arbeiddu, onnur gjørdu hvørki. Ungir føroyingar vóru eisini í læru á Rødbygaard, og arbeiddu fyri at broyta umstøðurnar á staðnum. Magnus Jákupsson bleiv seinnapartin danmarkarmeistari í 200 metra ryggsvimjing á stuttgeil. Svimjing.com skrivar, at Magnus svam teinin upp á 1.54.90. Hann var væl frammanfyri nummar tvey, Anders Jensen, sum kom á mál við tíðini 1.56.87 Umframt at vinna DM í 200 metra ryggsvimjing, kláraði Magnus Jákupsson eisini kravtíðina til EM í Herning, sum verður í desember. Kravtíðin er 1.55.27. Pál Joensen vann bronsu í 400 metur frí. Hann kom á mál við tíðini 3.46.43. Nummar eitt bleiv Mads Glæsner, 3.41.81, og nummar tvey bleiv Anton Ø. Ipsen við tíðini 3.45.94. Ungi klaksvíkingurin,Alvi Hjelm, luttekur eisini í DM. Hann vann í dag silvur í juniorkappingini á 400 m frí teininum við tíðini 3.55.88. Vit hava eingi stór narkomál í Føroyum, og tey TVEY, sum vit hava havt, hevur útlendsk løgregla uppklárað fyri føroysku løgregluna. Hetta sigur Jógvan Páll Lassen, advokatur, sum ikki skilir, at løgtingið nú skal samtykkja ein stóran avlurtingarpakka við tí grundgeving, at vit hava narkotikatrupulleikar í Føroyum. Í sínum arbeiði sum sálarfrøðingur í Kvinnuhúsinum er hon komin í samband við kvinnur, sum eru illa fyri. Nú sigur hon søguna um fimm av teimum. Reyði Krossur gevur teim neyðstøddu lívbjargandi fyrstuhjálp og reint vatn, mat, teppir, presenningar og heilivág. Tó eru enn økir har trupult er at fáa bráðfeingishjálpina fram, tí vegakervið er oyðilagt av tí ógvusligu ódnini. Til ber at stuðla umvegis heimasíðuna reydikrossur.fo ella á konto hjá Reyða Krossi Føroya í teim fýra peningastovnunum, umframt gjøgnum innsavningartelefonina hjá Reyða Krossi nummar 905656 Í dag hoyra vit 5. part av hoyrispælinum um Sigmund Brestisson. Tað er Jóannes Lamhauge, sum hevur skrivað, sigur frá og hevur lagt til rættis. Finnur Hansen hevur verið tøkningur. Evropeiska flogferðsluráðstovan fer nú at geva loyvi til at halda elektronisk tól frá undir fráferð og lending. Tað hevur annars verið bannað. Tú kann heldur ikki hava fartelduna á borðinum, tá flogfarið fer á flog ella tá tað setir seg, tí tað kann vera vandamikið fyri onnur, um eitt óhapp hendir. Tøkniligu framstigini hava verið stór seinastu árini. Á summum flogførum kann tú vera á internetinum, meðan tú flýgur, og nú verður kannað, um tað ber til at tosa í telefon, meðan tú er í luftini. Tað sigur Kristina Samuelsen, advokatur og fyrrverandi ráðgevi í løgtinginum. Men um eitt lógaruppskot hevur verið til hoyringar, so skal tað uplýsast hvør hevur havt tað til hoyringar, og hvørjar viðmerkingarnar eru Nevndin í Reyða Krossi Føroya hevur avgjørt at senda 100.000 krónur sum bráðfeingishjálp til tey neyðstøddu í Filipsoyggjunum, eftir at ógvusliga ódnin Haiyan herjaði har fríggjadagin og leygardagin. Til ber at stuðla umvegis heimasíðuna reydikrossur.fo ella á konto hjá Reyða Krossi Føroya í teim fýra peningastovnunum, umframt gjøgnum innsavningartelefonina hjá Reyða Krossi nummar 905656. Kortini er spenningurin stórur. Súni Merkistein heldur, at 23 ára gamla norska talvflogvitið, Magnus Carlsen, hevur møguleika at vinna kappingina. Ætlanin er, at virknis og umlættingardepilin í Sandoynni skal verða eitt landsfevnandi tilboð, ið gevur øllum børnum og ungum í Føroyum við serligum avbjóðingum møguleika fyri at fáa umlætting í gerandisdegnum og vikuskiftunum. Í deplinum verða 8 kømur við egnum baðirúmi og felagshølum til ymisk virknistilboð, ið kunnu rúma áleið 15 persónum. Almannaverkið hevur upplýst, at tørvurin á umlættingartilboði í vikuskiftunum er til staðar, sjálvt um henda tænasta í dag í ávísan mun verður veitt á antin Frítíðarheiminum, Dáanum ella í Reiðrinum. Uppskotið hevur verið leingi ávegis. Annika Olsen legði uppskotið fram í apríl í ár, men tá vrakaði samgongan tað, tí hon helt, at uppskotið var ikki nóg undirbygt. Tað stendur at lesa í einari enn ikki almannakunngjørdari frágreiðing, sum Jørg Blasius, granskari í lærda og háskúlanum í Bonn og aðrir granskarar hava skrivað. OECD hevur sett eina kanning í verk fyri vita, um pástandurin hjá granskarunum passar, men fyribils við OECD ikki vátta illgrunan. Pisakanningarnar er eitt týdningarmikið politisk amboð, og úrslitini verða brúkt til at skipa fólkaskúlar og fólkaskúlapolitikkin í londunum. Men at Føroyar framvegis liggja væl aftanfyri hini Norðurlondini, og av øllum londum í PISA 2009 liggja Føroyar í niðasta triðinginum. Pisakanningarnar hava frá fyrsta degi av verið fyri atfinningum. Og illgrunin um snýt váttar óttan, sum mong høvdu undan fyrstu Pisakanningunum í 2006. Tá var av fleiri ført fram, at Pisakanningarnar ikki fóru at elva til gløggari næmingar og betri skúlar, men heldur til eina kapping um besta Pisaúrslitið. Á vári 2014 verður nýggjur og slóðbrótandi tónleikafestivalur í Kongens Have, mitt í Keypmannahavn. Við kendum og vælumtóktum donskum, føroyskum, íslendskum og grønlendskum tónleikanøvnum, sum eru frammi í dag, verður bjóðað inn til sanna fólkaveitslu, tá Frigg Festivalur gerst veruleiki næsta ár í døgunum 9. og 10. mai. Hugskotið er at sjóseta ein serstakan festival við nógvum góðum tónleiki og ríkandi mentan úr Føroyum og londunum í Norður Atlantshavinum. Tað eru teir báðir, Steintór Rasmussen og Hans Petur í Brekkunum, sum hava tikið stig til festivalin. Livandi tónleikur er í morgunsendingini fríggjamorgnar. Hevur tú hug at framføra í sendingini, so er at senda teldubræv til gmf kvf.fo Sosialistisk Ung eru samd við Unga Tjóðveldi, tá tey vísa á, at uppskotið frá løgmanni, Kaj Leo Holm Johannesen, um at loyva løgregluni at loynilurta fólk, er at gera seg inn á persónliga frælsið og er eitt óneyðugt tiltak. Vit halda ikki, at tað er gott fyri eitt samfelag, sum burdi bygt á álit, frælsi og samhaldsfesti, at geva nøkrum stovni so nógv vald. Vit eiga at hava álit hvør á øðrum, og ldquo lurta eftir heldur enn at avlurta fólkið. Vit eru ikki ein tjóð, sum hevur nógv brotsverk ella ovurstórar rúsevnistrupulleikar. Vit eru ein tjóð, har ein av trupulleikunum hjá løgregluni fyri ikki so langari tíð síðani var, at tað er so dýrt at hava fongsul í Føroyum, tá ein næstan ikki hevur brotsfólk at koyra í fongslið. Sosialistisk Ung óttast, at við at gera tað møguligt hjá løgregluni at loynilurta fólk, eru tað hópin av ósekum fólki, sum blíva rakt, og álitið millum fólkið og tað almenna minkar. Vit ynskja ikki hetta. Í Føroyum skulu vit hava álit á hvør øðrum, og løgreglan skal heldur brúka tíð og pening at byggja sambond og álit millum seg og fólkið, soleiðis at fólk boða teimum frá, um eitthvørt ólógligt fer fram. Vit eru ikki Danmark, Bretland ella USA. Vit eru nógv minni, og av tí sama er avlurting her so nógv meira nærgangandi enn í Bretlandi, og spurningurin ldquo hvør eygleiðir eygleiðaran er nógv meira viðkomandi. Vit hava ikki brúk fyri hasum møguleikanum og vit hava ikki hug til at risikera at koma í eina Snowden líknandi skandalu um nøkur ár. Vit kunnu koma so nógv longri við áliti og samstarvi. Les grein um støðuna hjá Unga Tjóðveldi til loynilurtingina á ungdómsportalinum Røddin hjá Kringvarpi Føroya Økt eftirlit hóttir persónliga frælsið Í hesum døgum, hoyra vit útvarpsleikin Søgan um Sigmund í Barnaútvarpinum. Í dag horya vit, tá ið Elin og Jonna vóru á vitjan í Søgusavninum í Vestmanna. Herleif Hammer greiðir frá. Andreas Sigurstein er formaður í Tøkum Lætt, sum er eitt tað yngsta dansifelagið í landinum. Felagið hevur nýliga hildið 20 ára dagin og nógv fólk dansa í felagnum. Teirra millum eru eisini ung fólk. Tøkum Lætt skipar eisini fyri barnadansi. Filmurin quot John quot snýr seg um ein mann, ið býr og arbeiðir á bygd í Føroyum. Hesin maður fremur ymiskt, sum ikki tolir dagsins ljós. Filmurin er hin fyrsti hjá Julia í Kálvalíð úr Miðvági, sum hevur gingið á universitetinum í Tallinn og nomið sær útbúgving innan film og miðlavísund. quot John quot var gjørdur ísambandi við fráfaringarroyndin hjá Juliu í Kálvarlíð, og er upptikin í Føroyum við føroyskum leikarum. Portal.fo hevur regluligt samband við Marjun Fuglø úr Klaksvík, sum arbeiðir á einum feriustaði á oynni Chindonan í Filipsoyggjunum saman við trimum dønum. Konan orkar ikki fyri innløgumanninum, sum heldur hon skal seyma blóðpylsu og rullupylsu. Hon heldur, at hann skal hava seyð og vembir í garasjuni ella fara til mammuna at eta ræstan fisk og gárnatálg. Kona skrivar, at tá børnini eru hjá hennara fyrrverandi manni og nýggju konu, so tosar hon speiandi og ófantaliga við børnini. Pápin hoyrir tað, men talar ikki at. Men børnini hava ilt í búkinum og biðja mammuna hjálpa teimum. Onnur sundurlisin kona sigur, at lærarin sigur, at børnini koma ofta ov sein í skúla. Men tað er tá børnini eru hjá pápanum at hetta hendir. Hvussu skal hon gera Siga tað við pápan ella ringja og vekja børnini, tá tey eru hennara fyrrverandi manni Og so eru tað jólagávur. Kvinna kennir seg vera komna í svára tvístøðu, tí hon hevur als ikki ráð til dýrar gávur. Men hennara familja og vinir geva henni dýrar lutir og klæði og hon kennir seg illa. Skal hon lata fimm vera líka ella siga nakað. Atlantsflog skifti annars floghavn í London frá Stanstead til Gatwick fyri nøkrum árum síðani. Men nú fer flogfelagið aftur at flúgva til Stansted. Magni Arge sigur, at orsøkin til at flogfelagið nú aftur fer at flýgva til Standsted er, at tað er bíligari, og teinurin er styttri at flúgva. Og Atlantsflog fekk ikki tað burtur úr at skifta frá Stansted til Gatwich, sum felagið hevði væntað. Tá Atlantsflog byrjaði at flúgva til Gatwich, var mett, at fyrimunirnir við at flúgva til Gatwich vóru at floghavnin liggur sunnan fyri London, hevur beinleiðis toksamband inn til London, og hevur fleiri handlar og tænastur. Men tað er ikki hent. Umleið helvtin av ferðafólkunum, sum flúgva millum Vágar og London, eru bretar. Magni Arge heldur, at Stansted liggur betur fyri enn Gatwich í mun til at fáa enn fleiri bretar at flúgva til Føroyar. Stjórin á Standsted floghavn, Andrew Harrison, fegnast um, at Atlantsflog aftur fer at flýgva til flogvøllin norðan fyri London. Við tíðindaportalin EADT24 sigur hann, at hann væntar, at flogrutan verður væl umtókt, og at flogvøllurin í Stansted fer at gera sítt fyri at tryggja, at so verður. Smáir glottar eru at hóma eina viku eftir, at ódnin Haiyan herjaði Filipsoyggjarnar. Matur og onnur neyðhjálp byrjar spakuliga at koma út til tey, ið yvirlivdu. Men hjálparfelagsskapir siga, at umstøðurnar at fáa neyðhjálpina út til fólk eru sera truplar, tí vegir og annað samferðsluamboð eru oyðiløgd. ST og lokalu myndugleikarnir á Filipsoyggjunum eru ikki á einum máli um, hvussu nógv fólk lótu lív í ódnini. Meðan lokalu myndugleikarnir hava sagt, at talið er 3621, so væntar ST at talið er 4460. Og umboð fyri ST vænta, at talið fer at hækka. Aftaná sendingina tók eitt ávíst kjak seg upp um leiklutin hjá KVF, og um hvørt tað var rætt av KVF at lata eitt privat felag framleiða sendingina. Sambært Dia Midjord, stjóra í KVF, so hevur KVF eftirmett tiltakið og samstarvið við privata felagið, og avgjørt er at endurtaka nýggjárstiltakið frá Hotel Føroyum við ávísum broytingum. Leiðslan í Kringvarpinum er nøgd við dygdina í sendingini í fjør og heldur, at tað var eitt gott hugskot at seta saman eina skrá, sum fevndi um alt kvøldið. Á tann hátt fær hyggjarin høvi til at samanseta sítt egna nýggjárskvøld, samstundis sum tað er møguleiki fyri at fylgja við nýggjárssendingini, skrivar Dia Midjord, stjóri, í tíðindaskrivi. Tó hevur Kringvarpið hesaferð sett sum treyt, at Kringvarpið skal stíla fyri partinum av sendingini, sum hevur við tíðindaflutning, løgmansrøðuna og politiska kjakið aftaná at gera. Hvørki løgmaður, fútin ella narkoløgreglan vilja koma við haldgóðum prógvum fyri, hví neyðugt er at geva løgregluni víðari heimildir at loynilurta í narkomálum. Brynhild Thomsen legði innslagið til rættis. Uppáhaldini hjá fútanum og umboðum fútans hava av álvara fest seg hjá løgmanni. Hann hevur fleiri ferðir í fjølmiðlunum og eisini í løgtinginum sagt, at avlurtingarpakkin er neyðugur at fáa samtyktan, tí føroyskur ungdómur skal verjast móti stórum narkotikavanda. Útvarpið hevur fleiri ferðir roynt at fingið løgmann at grundgivið fyri sínum uppáhaldinum, men hann vísir bert til orð hjá fútanum og samrøður við løgregluna, og tað sama ger landsstýrið eisini í teimum skjølum, sum útvarpið hevur fingið innlit í. Tildømis skrivar umsitingin einastaðni, at Føroyar eru í vanda fyri at gerast partur í einum narkotiskum Bermundatríkanti og hetta er eisini við fútanum sum keldu. Men skjalprógv fyri hesum uppáhaldinum eru ring at fáa hendur á og sambært Jógvani Páll Lassen, advokati, er orsøkin tann einfalda, at vit als ikki HAVA stórar og svárar narkotrupulleikar í Føroyum, sum eisini tey sera fáu stóru rúsevnamálini benda á Orsøkin er, at sonevnda skifergassið finst í stórum nøgdum í USA, og tá tað er bíligari at útvinna, enn gass úr havbotninum, so trýstir tað prísin. Fyritøkur í norðurlondum eru farin undir at gera sær goymslur, so tær kunnu keypa bíligari gass úr USA, enn gassið sum tær keypa úr Norðsjónum ella úr Barentshavinum. Tað er neyðugt, tí orkuprísurin og avgjaldið eru væl hægri í Europa, enn í øðrum pørtum av heiminum, og tí gerst kappingarførið verri. Taks upplýsir, at eftirlitið vísti, at bert nøkur heilt fá fólk nýttu vinnubil í privatum ørindum tann dagin. Sostatt verða tað nøkur fá, sum nú fáa bræv frá TAKS. Taks fegnast um gongdina, tí ætlanin við hesum sjónligu átøkunum er, at tey skulu hava ein fyribyrgjandi virkna, og tað tykist at virka, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri. Tað er skattskyldugt hjá føraranum, um hann brúkar ein slíkan vinnubil til privata nýtslu, og fyritøkan hevur tá heldur ikki rætt til at fáa meirviriðisgjaldið endurgoldið, sigur Taks í tíðindaskrivi. Ein onnur skipan sum kinesisku myndugleikarnir ætla at broyta, er skipanin, har andstøðufólk skulu fáast aftur á beint við arbeiði. Barnapolitikkurin við einum barni, gevur teimum sum halda seg til lógina, fleiri fyrimunir. Tey fáa reiðan pening og betri bústaðir. Í miðal fáa kinesiskar kvinnur bert 1,4 barn, sum er væl undir markinum fyri at halda fólkatalið í landinum. Tað markið er 2,1 barn. Skjøl, sum Kringvarpið hevur fingið úr Fíggjarmálaráðnum vísa, at ein telefonfundur og tvær telefonsamrøður hava verið millum CIP og Fíggarmálaráðið, sum nú umsitur málið. Uppskotið úr Innlendismálaráðnum liggur framvegis í Rættarnevndini, og hevur ligið har í meira enn tríggjar mánaðar, og tí er framvegis ógreitt, hvør lagnan hjá Skálafjarðatunnlinum verður. Hjallgrím Hentze, hýsing samskipari hjá Føroya Tele, sum heldur, at ein automatiseraðari tilgongd frá tí at dómarin hevur latið løgregluni góðkenningina í hondina, til at løgreglufólkini loynilurta eftir samrøðum er vorðin automatiserað, merkir, at færri fólk skulu hjálpa til at seta alt upp, og vandin fyri misnýtslu minkar. Inn komu fráboðanir um 14 føroyskar stuttfilmar, sum kappast um Geytan og Áskoðaravirðislønina, sum fyrstu ferð vóru lætnar í fjør. Krøvini til stuttfilmarnar eru, at teir ikki eru longri enn 30 minuttir. Stuttfilmarnir kunnu vera spælifilmur, listarfilmur, tónleikafilmur, heimildarfilmur ella annað, tó ikki lýsingarfilmur. Tað er Norðurlandahúsið, ið letur Geytavirðislønina, sum er 25.000 krónur, saman við einari Geytastandmynd, sum Astrid Andreassen og Dávur Geyti hava gjørt. Tórshavnar kommuna letur Áskoðaravirðislønina, sum er 15.000 krónur. Í hesum føri er tað møtti áskoðarin til Filmskvøldið í Norðurlandahúsinum, sum sleppur at velja sín yndisfilm. Í filmsnevndini, sum skal velja Geytavinnaran, sita Birgir Kruse, formaður, Sif Gunnarsdóttir, Jan B. Jørgensen, Marjun Niclasen og útlendski nevndarlimurin hesaferð er Meira Blaustein, sum er listarligur leiðari á Woodstock Film Festival í USA. Grundgevingarnar at varðveita verandi stavrað eru, at tað hevur drúgva siðvenju á baki. Tað hevur í høvuðsheitum verið óbroytt, síðani V. U. Hammershaimb sett sítt stavsetingaruppskot fram í 1846. At tikið fleiri stavir fyri sama ljóðvirði inn í stavraðið hevði gjørt stavsetingina torførari, sigur Málráðið, sum heldur, at møguligar broytingar heldur eiga at miða ímóti at gera stavsetingina lættari. Verða eitt nú c, x og w tiknir inn í stavraðið, kann tað skapa óneyðuga stóran iva hjá skúlanæmingum og almenningi, nær ið teir skulu brúkast, tí teir hava ikki egið, sjálvstøðugt ljóðvirði í føroyskum, heldur meirilutin í Málráðnum. Hóast c, w og x ikki sleppa við í stavraðið á hesum sinni, so hevur Málráðið einki ímóti, at vit tala og nýta útlendsku bókstavirnar í orðum, sum longu finnast í málinum. Eitt nú c vitaminir, c mol, at skriva internetadressur við www ella at brúka x í orðum sum marxisma og sex. Tað, at hesi útlendsku nøvn, heiti og orð verða brúkt í føroyskum, ger ikki, at fremmandu stavirnir nýtast ella eiga at gerast partur av stavraðnum, skrivar Málráðið víðari. Í sínum arbeiði sum sálarfrøðingur í Kvinnuhúsinum er hon komin í samband við kvinnur, sum eru illa fyri. Nú sigur hon søguna um fimm av teimum. Niels Harald Mikkelsen, skipari á Smyrli, sigur, at tað ber ikki til at manrera við Smyrli í nógva vindinum, tí skipið siglir við skerdari motorkraft í løtuni. Tað er ógjørligt hjá Føroya Tele at fara undir nakra nýggja avlurting, uttan eina kunngerð, sum púra greitt tilskilar, hvussu upplýsingarnar skulu skrásetast og goymast og hvussu leingi. Føroya Tele mælir til, at avlurtingarpakkin verður minkaður, so hann hóskar til føroysk viðurskifti, og at alt málið verður útsett eitt ár ella so, til danir hava endurskoðað sína donsku avlurtingarkunngerð Pál Joensen vann 800 frí finaluna sannførandi. Pál kom á mál við tíðini 7.44.49. Silvurið fór eisini til ein føroying. Alvi Hjelm bleiv nummar tvey við tíðini 8.08.37. Tíðin hjá Alva var so mikið skjót, at hann eisini tryggjaði sær gull í juniorkappingini. Pál Joensen hevur svomið skjótari. Skjótasta tíðin hjá Páli á 800 metra teininum er 7.36.24. Tað tíðina setti hann í landsdystinum móti USA í 2011. Seint leygarkvøldið boðaði nevndin í Atlantsfloti frá, at felagið hevur fingið nýggjan stjóra. Magni Arge, sum hevur røkt stjórastarvið í 18 ár, er farin frá sum forstjóri, og Jørgen Holme tekur við stjórastarvinum í einum skiftistíðarskeiði. Nevndin í Atlantic Airways ynskir at seta út í kortið av nýggjum, og tí hava nevndin og stjórin seinastu 18 árini gjørt eina fráfaringaravtalu. Magni Arge gevst sum stjóri í felagnum, men verður til taks sum ráðgevi næstu tíðina, og Jørgen Holme tekur við sum nýggjur forstjóri í eitt skiftistíðarskeið á eitt til tvey ár. Árini í Atlantsflogi hava verið sera spennandi og avbjóðandi. Eg haldi felagið er væl útborið til framhaldandi menning. Fyri meg hevur tað verið eitt privilegium at virka saman við so nógvum eldhugaðum fólki í tjóðarflogfelagnum, og ynski eg bæði teimum og felagnum alt tað besta á leiðini frameftir, sigur Magni Arge. Vit takka Magna Arge fyri trúgva tænastu og stóra arbeiðið, hann hevur gjørt fyri Atlantic Airways, sigur Niels Mortensen, nevndarformaður. Nevndin og nýggi stjórin fara seinni at greiða nærri frá nýggju kósini, sum fer at bera við sær eina yvirskipaða kortlegging av framtíðarmøguleikunum hjá føroyska flogfelagnum, ið seinni leiðslur i felagnum kunnu byggja víðari á. Niels Mortensen vísir á, at tað týdningarmesta er, at Jørgen Holme næstu tíðina fær høvi at kunna seg væl um felagið og at meta um avbjóðingarnar, sum liggja fyri framman. Nýggi stjórin Jørgen Holme er 52 ár, og hann hevur drúgvar royndir innan flogferslu. Hann var útbúgvin cand. oecon, er búskaparfrøðingur, á rhus Universitet í 1990, og síðani hevur hann ognað sær nógvar leiðsluroyndir og fleiri leiðslútbúgvingar í sínum størvum. Jørgen Holme hevur í fleiri ár verið í leiðandi størvum hjá SAS innan sølu og marknaðarførlsu, har hann millum annað hevur arbeitt fyri felagið í Madrid og New York. Hann hevur eisini arbeitt hjá Spanair á Mallorca, og í tvey ár var hann sølu og marknaðarstjóri hjá AirGreenland, har hann eisini umsat dagligu rutuflúgvingina. Jørgen Holme var til fyri stuttum stjóri í SEB Gjaldskortum í Danmark, har hann eisini áður hevur verið sølu og marknaðarleiðari. Avbjóðingin er nýggj, so nú skal eg í fyrstu atløgu brúka tíðina at læra meira um felagið, og at læra starvsfólkini at kenna. Eg gleði meg at hitta starvsfólk, samstarvspartar, viðskiftafólk og at læra Føroyar at kenna, sigur Jørgen Holme. Hann hevur fylgt menningini í Atlantic Airways, meðan hann starvaðist hjá SAS, og serliga meðan hann var í Grønlandi sá hann menningina, sum fór fram í føroyska flogfelagnum. Vit fara seinni at boða frá, hvør yvirskipaða leiðin skal verða. Í fyrstu atløgu ræður um hjá øllum í Atlantic Airways at halda fram við góða arbeiðnum og at hjálpa kundunum til nøgdsemi og góðar flogferðir, staðfestir Jørgen Holme, nýggjur stjóri í Atlantic Airways. Atlantic Airways skal í komandi tíðum leggja eina nýggja strategi út í kortið. Nevndin í pf. Atlantic Airways heldur ikki, at Magni Arge er rætti maðurin at standa á odda fyri hesum arbeiði. Tí avgjørdi nevndin leygarkvøldið at gera eina fráfaringaravtalu við Magna Arge, og gera eina fyribilsavtalu við danan Jørgen Holme um at standa á odda fyri hesum arbeiðinum. Í dag hoyra vit 12.part av søguni Mio mín Mio. Astrid Lindgren skrivaði og Elin Súsanna Jacobsen týddi til føroyskt. Margreta Næss lesur. Niels Pauli Danielsen gekk í skúla í Vági. Tá hann hevði tikið preliminerprógv, arbeiddi hann eina tíð í Botni, har teir løgdu rør úr Ryskivatni oman til elverkið. Hann hevði hug at fara at læra til prest, og saman við Johan Weihe varð avrátt, at Niels Pauli skuldi fara á studentaskeiðið í Rønde at lesa gomul mál, eitt nú latin og grikskt. Í barna og unglingaárum Niels Paula í Vági hendu fleiri vanlukkur í bjørgum, við skipum og vesturi á Eiðinum, og sjálvur fekk hann mangan snuddin. Tað bleiv ein sannførandi sigur til Magnus Jákupsson, tá ið hann og Andreas Schiellerup møttust til 39 revanche 39 í 100 metra ryggsvimjing, eftir at teir báðir fríggjakvøldið vunnu gull og settu danskt met á hálva teininum. Magnus tók beinanvegin leiðsluna við 24.93 sekundum eftir fyrstu 50 metrarnar í mun til Andreas á 25.20. Magnus helt seg framman fyri avbjóðaran, og vann við tíðini 51.75 sekund. Schiellerup svam 52.07. Hetta er stórt persónligt met hjá Magnusi. Gamla metið hjá honum var 52.62. Nýggja metið hjá Magnusi er stutt frá danska metinum, sum er 51.54. Svimjing.com skrivar, at tíðin hjá Magnusi Jákupsson er sambært SwimRankings hin triðbesta í Evropa hetta svimjiárið, og langt undir kravtíðini hjá dønum til EM í Herning, á 53.16. Í dag hoyra vit 6. part av hoyrispælinum um Sigmund Brestisson. Tað er Jóannes Lamhauge, sum hevur skrivað, sigur frá og hevur lagt til rættis. Finnur Hansen hevur verið tøkningur. Tað kom óvart á Magna Arge, at hann leygarkvøldið fekk at vita, at hann ikki longur er stjóri í flogfelagnum. Magni Arge hevur staðið á odda fyri Atlantic Airways í meiri enn 18 ár. Ein fráfaringaravtala er gjørd við frákoyrda stjóran. Nýggjur stjóri í Atlantsflogi er danin Jørgen Holme. Hann er settur fyribils í tvey ár. Jørgen Holme hevur millum annað starvast hjá SAS, Spanair og Air Greenland. Tað ber til at gera eina lívrentuskipan, so menn og kvinnur fáa eins nógv útgoldið í pensjón hvønn mánað. Tað sigur Mortan Poulsen, stjóri í Betri pensjón. Maria V. Hansen, nevndarlimur í Føroya Lærarafelag, hevur víst á, at sum er fær mannligi lærarin væl meiri útgoldið í eftirløn lívrentu enn kvinnan, hóast tey hava somu starvstíð. Minnilutin í Málráðnum mótmælir, at c, q, w, x og z ikki fáa innivist í føroyska stavraðnum, og vendir sær nú beinleiðis til landsstýrismannin í mentamálum. Á fundi mikudagin samtykti Málráðið við átta atkvøðum fyri og trimum ímóti, at føroyska stavraðið skal ikki hava hesar fimm bókstavirnar. Men minnilutin í málráðnum góðtekur ikki avgerðina. Undirtøkan var góð til fundin tá Bókasavnið í Nes kommunu og Bókasavnið við Løkin í samstarvi høvdu boðað til stovnandi fund av lesiringum hóskvøldið 14. november. Eini 20 áhugaði fólk møttu og teknaðu seg til lesiringar. Morgunsendingin hevur tosað við Svend Højgaard Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í Eik Banka, verður eisini forstjóri í TF Holding. Regin Hammer, hedur fram sum stjóri í TF Holdning og sum forstjóri í Tryggingarfelagnum Føroyum. Alsamt vaksandi virksemið hjá TF Holdnig á fíggingar og tryggingarmarknaðinum hevur við sær, at tørvurr er á eini breiðari leiðslu, stendur í tíðindaskrivi. Longu tá TF Holding á vári 2011 keypti 70 prosent av partapeninginum í Eik Banka frá F ggjarligum Støðufesti var greitt, at virkisøkið hjá samtakinum, sum einamest hevði fingist við trygginar, fór at broytast munandi. Í samtakinum fer Súni Schwartz Jacobsen at hava fíggingar og íløguvirksemi sum høvuðsøki. Harumframt fær hann yvirskipaðu leiðsluna og eitt nú ábyrgdina av samtaksroknskapinum. Skaða og lívstrygginarvirksemið verður framvegis høvuðsøkið hjá Regini Hammer, eins og hann fær ábyrgdina av váðastýringini í samtakinum. Alsamt vaksandi virksemið hjá TF Holdnig á fíggingar og tryggingarmarknaðinum hevur við sær, at tørvur er á eini breiðari leiðslu. Gunnar í Liða, nevndarformaður í TF Holding, sigur, at virksemið verður betur samskipað, nú stjórin í Eik eisini er komin upp í leiðsluna fyri TF Holding, og tað skal eisini koma viðskiftafólkunum til góðar. Ústykkjað verður í Djúpagili í Hoyvík, og undir Kongavarða á Argjum er ætlanin at útstykkja 110 grundstykki. Í fyrstu syftu stendur teimum, sum standa á bíðilista at fáa grundstykki, at keypa, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri. John er søgan um mann, sum býr og arbeiðir á bygd í Føroyum. Hann fremur ymiskt, sum ikki tolir dagsins ljós. Søgan er um samband millum menniskju, sálarligar veikleikar og loynidómar. Filmurin er tikin upp í Føroyum, og leikararnir eru somuleiðis føroyingar. John varð gjørdur í sambandi við fráfaringarroyndina á universitetinum í Tallinn, har Julia í Kálvalíð sum fyrsti føroyingur hevur nomið útbúgving innan film og miðlavísund. Málráðið er óheft av politisku skipanini. Tað stendur í lógini, sum fekk gildi frá 1. januar, og tí verða ongar broytingar gjørdar fyribils. Tað sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, eftir at ein meiriluti í Málráðnum hevur gjørt av, at stavraðið skal vera óbroytt. Tí kunnu eitt nú w, x og z ikki kunnu í stavraðnum. Í lógini stendur eisini, at landsstýrismaðurin, tá trý ár eru liðin, skal leggja eina frágreiðing fyri løgtingið, um lógin virkar eftir ætlan, ella ikki. Tað sigur Jørgen Holme, nýggi stjóri í flogfelagnum, sum hevur sín fyrsta arbeiðsdag í Vágum í dag, har hann heilsar upp á starvsfólkini. Fyrsta arbeiðsdagin vil Jørgen Holme einki siga um, hvørjar ætlanir hann hevur. Tað er alt ov tíðliga, sigur hann. Men Jørgen Holme leggur dent á, at Atlantsflog skal tæna føroyingum sum best, við tí støðu flogfelagið hevur í samfelagnum. Ein bilur fór út av vegnum milum Funning og Funningsfjørð, og sjúkrabilur varð boðsendur. Á veg suðureftir rendi sjúkrabilurin upp í ein lastbil og fekk ikki koyrt. Tí vórðu boð send eftir einum øðrum sjúkrabili. Eina løtu varð neyðugt at steingja Norðskálatunnilin. Rátt verður frá at koyra millum Fjarða. Farið at grava, men líkindini eru framvegis sera vánalig, serliga við tunnilsmunnan eystanfyri Nógv kavarok er um alt landið í løtuni, serliga norðanfyri og vestanfyri. Landsverk mælir øllum frá at fara á landsvegirnar uttan so, at tað er bráðneyðugt. Landsstýrið hevur biðið um tríggjar milliónir krónur í ár at keypa skipið, gera botnsýn og at taka tað heim til Føroya. Fíggjarnevndin tekur undir við eykajáttanini. Peningurin skal takast av játtanini til nýtt nólsoyarskip. Á fíggjarlógini næsta ár verður biðið um at fáa 3,5 milliónir krónur at umbyggja og uppstiga skipið, so tað lýkur øll klassakrøv. M.a. skal skipið hava nýggjan motor og nýggjan krana, og tað skal eisini sandblásast. At keypa og uppstiga skipið fer sostatt at kosta tilsamans hálva sjeyndu millión krónur Gongst sum ætlað, verður ferjan sett í sigling einaferð í vár. Tað segði Rósa Samuelsen, tingkvinna fyri Sambandsflokkin og borgarstjóri í Vága kommunu, á ráðstevnu hjá Landsfelag pensjónistanna um vikuskiftið. Makrelsamráðingarnar verða verða tiknar uppaftur seinnapartin, tá samráðingarleiðararnir fyri strandarlondini hittast til fundar í Clonakilty í Írlandi. Á seinasta samráðingarfundi vórðu øll tey vanligu punktini á dagsskránni viðgjørd uttan tey bæði, sum eru at áseta mest loyvdu veiðu fyri 2014, og at býta makrelin millum strandarlondini. Á seinasta fundi, sum var í London í síðsta mánaði, vórðu tveir dagar settir av. Hesaferð er ein vika sett av til samráðingarnar. Kravda pensjónssamansparingin fer at raka tímalønt, fiskimenn og tey, sum ikki eru á arbeiðsmarknaðinum, meint, ávara feløgini í Samtaki. 1. januar skulu øll, sum fáa barsilspening, veiting úr ALS, minstuløn ella aðrar veitingar fyri lønarmiss, sjálvi rinda pensjón, um tey vilja spara saman. Nevndin í Atlantsflogi heldur tað verður trupult, at Magni Arge skal standa fyri nýggjari strategi í felagnum, tí eftir 18 árum sum stjóri er Atlantsflog at meta sum barnið hjá Magna Arge. Tí er hann koyrdur frá nú. Tað sigur Sveinur Tróndarsson, journalistur á Portal.fo. Hann gjørdi viðmerkingar til stjóraskiftið í Degi amp Viku í gjárkvøldið. Sveinur Tróndarsson ivast ikki í, at Magni Arge og serliga nýggi nevndarformaðurin, Niels Mortensen, hava havt harðar samanbrestir. Í dag hoyra vit 7. part av hoyrispælinum um Sigmund Brestisson. Tað er Jóannes Lamhauge, sum hevur skrivað, sigur frá og hevur lagt til rættis. Finnur Hansen hevur verið tøkningur. Bakkafrost hevur skrivað sáttmála við Rolls Royce um allan útbúnaðin til nýggja brunnbátin hjá alifyritøkuni. Sáttmálin er 54 milliónir krónur Brunnbáturin verður útgjørdur við nýggjastu tøknini, og verður millum heimsins mest framkomnu brunnbátar. Hann verður 3.250 bruttutons, 75 metrar langur og hevur brunnar, ið rúma 3.000 rúmmetrar. Nýggi brunnbáturin hevur sergjørda skipan, har allur sjógvurin umborð verður re sirkuleraður og sóttreinsaður, áðrenn hann verður leiddur út. Báturin kann flyta 450 tons av livandi laksi. Brunnbáturin skal kallast upp eftir Hans á Bakka, sála, sum saman við bróðurinum, Roland Jacobsen, setti Bakkafrost á stovn í 1968. Spurningur Sonur mín, sum gongur í 3.flokki, dámar ikki, tá ið fólk eru ill og skelda. Hann er ikki vanur við, at vit rópa og skelda heima hjá okkum, men í skúlanum noyðist hann at hoyra harðligan málburð. Tá ið hann kemur heim úr skúla, sigur hann, hvussu tað kendist, tá ið lærarin skeldaði onkran næming, og at allur flokkurin hoyrdi. Eisini verða oyðir lisnar upp, tá ið næmingar í flokkinum ikki sita stillir. Samstundis royna vit øll at fáa okkara børn at virða onnur, og at tosa hampuliga við hvønn annan. Hongur hetta saman við, at tey vaksnu sum eru saman við børnunum eru tey, sum ikki klára at stýra sær Havi nevnt hetta fyri lærara, men hann spurdi, um sonurin ikki var eitt sindur sensitivur. Hoyr svarið her Summastaðni hevur verið neyðugt at seta upp fyri vindeyguni, so tey ikki skulu detta burtur úr karminum og inn á búfólkini innanfyri, fyri ikki at tala um øll handklæðini, ið verða løgd í vindeyguni at taka ringastu lekarnar. Men fyrsta treytin er, at kommunurnar í Vágum og Almannamálaráðið verða samd um, hvussu partarnir skulu býta kostnaðin at umvæla Ellisheimið. Kommunurnar hava fingið eitt uppskot frá Almannamálaráðnum um kostnaðarbýtið, men vildu ikki góðtaka tað, og hava í staðin skotið upp, at umvælingin verður fíggjað eftir sama leisti, sum tá nýggj ellis og røktarheim verða bygd. Eftir tí leistinum gjalda landið og kommunurnar hvør sína helvt av byggikostnaðinum, 700.000 krónur í part fyri hvørt røktarheimspláss, men fer kostnaðurin upp um tað, bera kommunurnar meirkostnaðin. Kommunurnar vilja ikki koma í ta støðu at hava góðtikið eina ávísa peningaupphædd frá landinum, og at tað so vísir seg, at Ellisheimið á Sýnini krevur størri umvælingar, tá farið er undir arbeiðið. Kommunurnar í Vágum eru eisini samdar um, at ein nýggj kostnaðarmeting má gerast, áðrenn arbeiðið verður boðið út, tí hildið verður, at tíðin er farin frá støðumetingini, sum varð gjørd í 2008. Fýra milliónir krónur vórðu settar á fíggjarlógina í fjør til umvælingararbeiðið, men Fíggjarnevndin vil hava, at ein avtala millum landið og kommunurnar fyrst verður løgd fyri løgtingið. Tí hevur bert borið til at fáa 1,5 milliónir krónur til bráðfeingisumvælingar, ið eru og verða brúktar upp á tekjuna, rýmingarleiðir og til umvælingar í køkinum, har soppavøkstur er staðfestur, ið er til stóran ampa fyri starvsfólkið. Tá søkt varð um játtanina á fíggjarlógini í fjør, metti Landsverk, at tað fór at kosta 36 milliónir krónur at umvæla Ellisheimið á Sýnini í Miðvági. Martha Restorff hitti í morgun Heina Magnussen í Kaffihúsinum, sum hevur fingið sær millumnavnið Havn. Martha vildi fegin hitta Heina, tí hon hevur varhugan av, at eftir millumnavninum at døma, dámar honum væl høvuðsstaðin. Tey bæði hittust í kaffihúsinum í morgun i kl. 8. Hjúnini Árna Joensen og Sam Al Weshahi eiga eini av nýggjastu húsunum við Gøtugjógv, og her trívast tey sera væl. Árna er av Glyvrum og Sam er vaksin upp í Dubai, men pápin er úr Palestina og mamman úr Egyptalandi. Harafturat las Sam til tannlækna í Sýrialandi, sum ikki er at kenna aftur, nú umfatandi ófriður er í landinum. Hjúnini búðu eitt ár í Dubai, og fluttu so til Føroya at búgva. Árna Joensen arbeiðir sum heimahjálp í Klaksvík, men fýra mánaðir um árið hevur hon Hundahotellið hjá Árnu. Hundahúsið omanfyri Gøtu er ov lítið og ótíðarhóskandi, og tí ætlar hon at fáa sær eitt størri. Árant Hansen vísir runt við Gøtugjógv og greiðir frá bygdini, millum annað frá stóra urtagarðinum, sum lærarin og løgtingsmaðurin Símun Pauli úr Konoy gróðursetti í 1920 unum. Saman við Áranti støkka vit eisini inn gólvið á bilverkstaðnum hjá Jóannesi Hansen, har fólk samlast dagliga. Karl A. Thomsen, sum hevur verið lærari í Gøtu í mong ár, heldur, at garðurin hjá Konoy hevur verið slóðbrótandi og er eindømi í Føroyum. Endamálið hevur verið at vita, hvat kundi vaksa her og tað sum garðurin gav, varð selt til Havnar. Karl greiðir somuleiðis frá hvussu umstøðurnar vóru, tá studentaskúlin í Eysturoynni byrjaði við Gøtugjógv, har hann var tey fyrstu árini. 13 studenta og HF flokkar húsaðust í sjey ymiskum støðum í hesi lítlu bygdini, umframt barnaskúlan í Gøtu. Fyri at stytta sær stundir sum pensjónistur, er Kári Hansen farin at forsolla skógvar, serliga til føroysk klæðir. Hann hevur sostatt tikið upp handverkið, ið pápin var kendur fyri. Kári er sonur gamla skómakaran við Gøtugjógv. Tríggir felagsskapir sum allir arbeiða við rættindum hjá børnum fara at húsast saman. Tað eru Berin, sum skipar fyri sorgarbólkum fyri børn og vaksin, Barnabati, sum arbeiðir við barnarættindum og eini ungdómsráðgeving og Amnesty International, sum er ein altjóða mannarættindafelagsskapur, sum arbeiðir við rættindum hjá øllum menniskjum. Nýggju hølini eru í gamla Vertshúsinum í Nielsfinsensgøtu 32, í Havn. Umboð fyri teir tríggjar stovnarnar, Anna Dalsgaard fyri Beran, Djóni Eidesgaard fyri Barnabata og Jakoba Kruse fyri Amnesty Føroya Deild, vóru í útvarpsstovuni. Løgmaður kannar nú, um farið er út um karmarnar í stýrisskipanarlógini, tí innlit ikki verður givið í sáttmálan millum CIP um Eysturoyartunnilin. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, sigur í einum svari til fyrispurning frá Kristinu Háfoss, løgtingskvinnu, at løgmaður er ikki yvirskipaður kærustovnur fyri avgerð at nokta innlit, men hevur bert yvireftirlit við, at viðkomandi stjórnarráð ikki fer út sum settar karmar, sambært stýrisskipanarlógini. Kristina Háfoss spurdi løgmann, um hann tekur undir við niðurstøðuni hjá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, sum nú eisini umsitur tunnilsmál, um als ikki at geva innlit í CIP sáttmálan. Løgmansskrivstovan tók málið til viðgerðar, eftir at hava fingið áheitan frá borgarum. Fíggjarmálaráðið hevur latið ummæli og grundgivið, hví hildið verður fast við ikki at geva innlit. Hetta ummæli er ssent borgarunum til viðmerkingar. Tá viðmerkingarnar eru komnar, verða tær latnar Fíggjarmálaráðnum at viðmerkja, og síðani fer løgmaður, møguliga í samráð við serfrøðingar í innlitslóggávu, at gera av, um farið er út um lógásettar karmar, sigur Kaj Leo Holm Johannesen í svarinum til Kristinu Háfoss. Løgmaður svarar, at vit hava ráðharrastýri í Føroyum, og tað er landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, sum ræður fyri málinum. Kemur nakað nýtt fram, ber til at heita á landsstýrismannin um at meta um málið av nýggjum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. Ársfundurin í NEAFC, sum var í London í farnu viku, gjørdi onga niðurstøðu um fiskiskapin eftir makreli, sild og norðhavssild í altjóða sjógvi, tí samráðingarnar ímillum strandarlondini eru ikki lidnar. NEAFC er nevndin fyri samstarv um fiskiveiðu í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum, og tekur sær einamest av fiskiskapi í altjóða sjógvi. Føroyar luttaka í NEAFC saman við Grønlandi í eini felags sendinevnd, saman við ES, Íslandi, Noregi og Ruslandi um skipanir fyri fiskiskapi í altjóða sjógvi í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum. Ársfundurin hesu ferð viðgjørdi millum annað fiskiskapin í altjóða sjógvi eftir svartkjafti, norðhavssild og makreli, fiskiskapin eftir kongafiski í Irmingarhavinum og norðanfyri, djúphavsfiskiskap, umframt økisfriðingar í altjóða sjógvi. Avgjørt var at halda fram við verandi semju um fiskiskap eftir kongafiski og búrfiski. Av tí at strandarlandasamráðingarnar um makrel, sild og norðhavssild ikki eru lidnar, var ongin niðurstøða gjørd um fiskiskap eftir hesum fiskisløgum í altjóða sjógvi. Ársfundurin viðgjørdi eisini mál um fiskiveiðieftirlit, fíggjar og umsitingarmál, veiðihagtøl, umframt samstarv við aðrar økisfelagsskapir. Í føroysku sendinevndini vóru umboð fyri Uttanríkistænastuna, Fiskimálaráðið, Sendistovu Føroya í London, Havstovuna, Vørn, Føroya Reiðarafelag og Thor. Tórbjørn Jacobsen tekur undir við meirilutanum í Málráðnum um at varðveita stavraðið óbroytt. Regin Eikhólm er í parti við minnilutanum í ráðnum, sum vil hava eitt nú x,w og q í stavraðið. Føroyska A landsliðið við monnum spælir í kvøld seinasta dystin í hesum árinum, tá Malta tekur ímóti í vinardysti á Ta rsquo Qali Leikvøllinum, sum liggur nakað uttanfyri maltesiska høvuðsstaðin, Valletta. Seinastu fyrireikingarnar til dystin eru av álvara farnar í gongd, og Lars Olsen, landsliðsvenjari, hevur sett navn á teir fyrstu ellivu, sum byrja í vøllinum ímóti Malta. Fimm av teimum ellivu, ið byrjaðu á vøllinum fyri einum mánaða síðani í HM undankappingardystinnum ímóti Eysturríki, eru ikki tøkir til dystin ímóti Malta. Jóhan Troest Davidsen, Viljormur Davidsen, Fróði Benjaminsen, Christian Lamhauge Holst og Súni Olsen eru ikki tøkir, og har afturat er Jóan Símun Edmundsson heldur ikki við føroyska landsliðnum hesaferð. Gunnar Nielsen verður í mál, og í verjuni verða Jónas Tór Næs, Rógvi Baldvinsson, Pól Jóhannus Justinussen og Erling Jacobsen. Á føroyska miðvøllinum verða Daniel Udsen, Hallur Hansson, Heini Vatnsdal og Christian R. Mouritsen, meðan Páll Klettskarð og Klæmint A. Olsen verða í álopinum. Eykaleikarar verða Teitur M. Gestsson, Kristian Joensen, Rene Joensen, Kristin R. Mouritsen, Dánjal á Lakjuni, Sonni R. Nattestad, Sølvi Vatnhamar og Karl Løkin. Landsdysturin millum Malta og Føroyar byrjar kl. 18 00, føroyska tíð. Mynd Hans Erik Danielsen Starvsnevndin í Málráðnum hevur álagt øllum limunum í ráðnum tagnarskyldu í sambandi mál, sum ráðið viðger, eitt nú nógv røddu broytingina av stavraðnum. Randi Meitil, limur í Málráðnum, finst hvassliga at arbeiðnum í Málráðnum, tí starvsnevndin hevur álagt limunum tagnarskyldu. Hon heldur, at ráðið eigur at leggja seg eftir opinleika. Men formaðurin í Málráðnum, Zakaris Svabo Hansen, sigur, at tað er ikki vanligt at almannakunngera fundarfrásagnir, og annars vil hann hava frið at viðgera málspurningar. Nú er greitt, at Annfinn V. Hansen, advokatur, skal kanna handfaringina av málinum um Skálafjarðartunnilin. Tað hevur Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, avgjørt. Sambært arbeiðssetninginum, sum landsstýrismálanevndin hevur orðað, skal kanningarstjórin gera eina frágreiðing til løgtingið, um ávikavist Kári P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismaður í innlendismálum, og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, hava fyrisitið málið um Skálafjarðartunnilin á lógligan hátt. Annfinn V. Hansen, advokatur, sum er settur a kanna, hvussu løgmaður og Kári P. Højgaard, fyrrv. landsstýrismaður, hava handfarið málið um Skálafjarðartunnilin fer til verka beinan vegin. Annfinn V. Hansen dugir ikki at siga, hvussu drúgt kanningararbeiðið verður, men hann leggur dent á, at tað skal geras til lítar. Pedagogfelagið og lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum samráddust aftur í gjár, men komið varð ikki á mál. N ýggjur fundur avtalaður fyrst desember, sigur Maud Vang Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum. Hon heldur ikki stórvegis møguleikar vera fyri at fáa meiri í løn, enn aðrir bólkar hava fingið, og tað hevur lønardeildin eisini gjørt greitt. Tað eru onnur viðurskifti, sum eru við í samráðingunum. Millum annað er nýggj semingslóg samtykt, sum áleggur pørtunum á arbeiðsmarknaðinum fráboðanarskyldu, tá talan er um verkfall. Higartil hava bert Føroya Skipara og Navigatørfelag og Maskinmeisrafalegaið gjørt slíka avtalu, og hon er 48 tímar. Nýggja eftirlønarskipanin, sum kemur í gildi 1. januar, er eisini eitt av málunum í samráðingunum millum Pedagogfelagið og lønardeildina. Nýggja skipanin fær stórar avleiðingar fyri limir í Pedagogfelagnum, og tí má ein loysn finnast, sigur Maud Vang Hansen. Eisini verður práta um mangt av tí, sum Petur hevur fingist við gjøgnum tíðina. Hann hevur millum annað gingið á læraraskúla, gjørt sendingar í útvarpinum, starvast á marknaðardeildini hjá Fiskasøluni og rikið egna lýsingafyritøku. Vit hitta Páll Nolsøe, sum í hesum døgum letur úr hondum nýggju krimiskaldsøguna Brot . Eisini hitta vit fyrrverandi leiðaran á Vaktar og Bjargingartænastuni, Jóan Karl Høgnesen, sum er aktuellir við bókini Søgan um vaktarskipið Nólsoyar Páll , Hanus Kamban, sum hevur umsett bókina Daphnes og Chloe úr frumgrikskum, og Oddfríð Marna Rasmussen, sum hevur latið úr hondum tvey yrkingasøvn Eg eri næstur , ið eru egnar yrkingar, og Tú veitst ongantíð , ið eru týðingar eftir Ron Padgett. Harumframt tosa vit við Helle Thede Johansen, ið er forkvinna í Rithøvundafelagi Føroya, nú stundar til stóru Bókadagarnar í Norðurlandahúsinum. Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, sigur, at hann hugdi gjølla at ásetingunum í stýrisskipanarlógini, tá hann valdi kanningarstjóra. Tað heldur Páll á Reynatúgvu, tinglimur fyri Tjóðveldi, sum situr í formansskapinum. Páll á Reynatúgvu vísir á, at Annfinn V. Hansen hevur verið uppstillaður fyri Fólkaflokkin. Á tingfundinum í dag fer Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, at svara skrivligum fyrispurningi frá Kristinu Háfoss, tingkvinnu úr Tjóðveldi, um embætisførslu løgmans og fund millum løgmann og CIP. Funnist hevur verið at løgmanni, tí hann 28. august greiddi Føroya fólki frá, at hann visti onki um, at deildarstjórarnir í Innlendismálaráðnum høvdu skrivað viðmerkingar til lógaruppskotið um Skálafjarðartunnilin. Í dag hoyra vit 8. part av hoyrispælinum um Sigmund Brestisson. Tað er Jóannes Lamhauge, sum hevur skrivað, sigur frá og hevur lagt til rættis. Finnur Hansen hevur verið tøkningur. Fólk frá Landsverki hava verið í maskinunum síðani kl. 5, og hava bæði grivið og saltað. Tað er framvegis nógvur vindur, og roknast kann eisini við hálku í lýsingini. Hoyr Árna Jacobsen, økisleiðara hjá Landsverki, og Jens Petur Brattalíð, ferðslusamskipari hjá Strandferðsluni, í útvarpstíðindunum. Strandferðslan bant um heilan fingur í morgun og avlýsti alla koyring hjá Bygdaleiðum, men nú eru betri líkindi, og leið 100,101,300 og 400 eru farnar at koyra, upplýsir Jens Petur Brattalíð, ferðslusamskipari. Strandfaraskipini sigla eftir ferðaætlanini. Sam fer fyrsta túrin av Klaksvík klokkan 10, og Smyril fer fyrsta túr av Krambatanga eisini klokkan 10. Fleiri skúlar hava avlýst skúlagongdina fyri veður í dag. Teir eru Runavíkar kommunuskúla, Sandoyar Meginskúli, Fuglafjarðar skúli og Studentaskúlin og Handilsskúlin á Kambsdali. Øvundin er ein rættiliga avlagandi deyðssynd. Øvundin unnar ikki nøkrum nakað gott. Ongin vil viðganga at vera øvundsjúkur, tí hettta er ein kensla, sum mann skammast at hava, tí mann dugir ikki at samgleðast. Á løgtingsfundinum sum byrjar kl. 11, fer løgmaður at leggja fram frágreiðingina, quot Føroyar eitt land í Arktis, møguleikar og avbjóðingar quot . Landsstýrið gjørdi á vári í 2012 av at gera eina greining av, hvønn týdning broytingarnar í arktiska økinum væntandi fáa føyri Føroyar. Síðani verður onnur viðgerð av uppskotinum til eykajáttanarlóg fyri september, og aftaná verður onnur viðgerð av uppskotinum frá andstøðuni um at hækka barnafrádráttin í landsskattinum við 1500 krónur, upp í 8.000 krónur um árið. Ein spurningur snýr seg um at útvega fleiri lærupláss, ein er um at geva ungum millum annað ókeypis trygdarskeið, ein er um arbeiðslagið hjá Málráðnum, og tann seinasti spurningurin er um embætisførslu løgmans og fundi millum løgmann og CIP. Í máltáttinum í morgun spurdi ein lurtari hvussu mánaðirnir skulu stavast. Hví stava vit ikki mai mánaða við ei og september við er í staðin fyri ur. Vár í Ólavsstovu var í útvarpsstovuni í morgun. Bókin, ið á týskum eitur Das Platte Kaninchen, var útgivin í Týsklandi í februar og hevur fingið eins góð ummæli í Týsklandi, sum hon fekk í norðurlondum, tá hon kom út fyrstu ferð. Fyrr í ár skrivaði Bókadeild Føroya lærarafelag undir sáttmála um at útgeva bókina um fløtu kaninina í USA og Kanada. Bárður Oskarsson fegnast um góðum undirtøkuna í Týsklandi, tí hon spreiður seg til restina av Evropa. Uni Leitisstein Hansen hevur gjørt samrøðu við Bárð Oskarsson. Savnið er uml. 200 fermetrar til støddar og hevur 17 persónar úr søguni í 11 ymsum pallmyndum. Pallmyndirnar eru sera hugtakandi at uppliva við steyrrøttum bergi og fjøru, sumri, vetri, myrkakjallara og roykstovu. Edward Fuglø hevur málað fleiri risastórar málningar á savninum, Pól Skarðenni hevur gjørt landslagið, og persónsfigurarnir eru gjørdir úr vaksi og silikoni og eru innfluttir úr Íslandi. Føroyingar hava staðið modell til allar figurarnar. Føroysk uppsjóvarvirki royna í hesum døgum at selja vørur sínar á russiska marknaðinum, nú ES marknaðurin er stongdur, men trupulleikar eru at sleppa av við vøruna, tí russar seta strong krøv. Johan Dahl, landsstýrismaður, svaraði, at hann og umboð fyri Heilsufrøðiligu Starvsstovuna vóru á russisku sendistovuni í Keypmannahavn fríggjadagin og løgdu málið fyri russiska sendiharran. Hann lovaði at viðgera málið. Samgongan er helst komin til eina semju um Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin í næstu viku, og síðani verður farið til andstøðuna at royna at finna semju. Hann svaraði einum ófráboðaðum fyrispurningi frá Kára P. Højgaard úr Sjálvstýrisflokkinum, sum vildi vita, hvat røkist fyri at koma á mál í spurninginum um Skálafjarðartunnilin. Jørgen Niclasen segði, at hann helt, at málið ikki var so eldfimt nú, sum tað hevur verið, og at allir partar tykjast vilja finna fram til semju. Aðru hvørja viku avmynda bloggararnir frá Fjøllini Dansa onkran, sum tey halda hevur serliga feitan stíl. Hesa vikuna er tað Eva Black, ið er avmyndað. Strammar buksir, leðurjakka, slitna t shirt, sigarett í hondini óvani , svartar skógvar. Eitt sindur boheme, eitt indursindur rokaligt rátt og svart Um tú kundið nakkað klædnaskápið hjá einhvørjum kendum persóni, hvør hevði tað so verið Uha har eru nógv lekkur skáp Men um klæðini hjá Alison Mosshart, Olsen tvillingunum og Erin Wasson fluttu saman, so hevði eg nokk voldtikið skápið Hvat er títt yndis plagg Mítt yndisplagg má vera ein leðurjakki, men hvønn av teim 10 , dugi eg ikki at siga Hvat hevði tú ongantíð funnið uppá at farið í Eg hevði ongantíð funnið uppá at farið í hvítar tennis hosur Tað er Ári av Rana, sum hevur skrivað eina bacherlor ritgerð, um flokslýdnið í politisku flokkunum. Vit skifta orð um flokslýdnið í sendingini. Onnur evnið eru, at keyparar eru IKKI vardir móti fjaldum skaðum, tá teir keypa sær nýggj hús, hóast lógin um brúkaravernd hevur verið í gildi í tvey ár. Vit spyrja hvør trupulleikin er, og hvussu verða keypararnir tryggjaðir Og føroyska havránnsóknarskipið Magnus Heinason er ein gomul danga og má skiftast út. Spurningarnir eru, um tað almenn skal byggja ella tað privata og hava vit brúk fyri einum havránnsóknarskipið Løgmaður vil heldur ikki svara, um hann visti um lemjandi atfinningarnar, sum embætisfólk í Innlendismálaráðnum høvdu um lógaruppskotið um Skálafjarðartunnilin. Tað kemur fram í svarunum til 20 fyrispurningar, sum Kristina Háfoss, tingkvinna hevur sett Kaj Leo Holm Johannesen. Spurningurin skuldi svarast í dag, men tað er útsett til í næstu viku Fundurin er í Clonakilty í Írlandi, og hóast øll vikan er sett av til samráðingarnar, verður dagurin í dag helst avgerandi fyri, um nakað spyrst burturúr. Tá fundurin byrjaði seinnapartin mánadagin, hittust samráðingarleiðararnir at tosa um støðuna, og fyri at leggja samráðingarnar til rættis. Nú altjóða barnarættindadagur er í dag, hevur Amnesty, Føroya Deild, heitt á Bjørn Kalsø, landsstýrismann, um at tryggja, at barnarættindasáttmálin verður partur av lesiætlanini í skúlunum. Hóast barnarættindasáttmálin hevur verið til keyps á føroyskum máli í fleiri ár, og hóast fleiri skúlar longu undirvísa næmingunum í hesum rættindasáttmálanum, so Amnesty, at meiri skal gerast. Jacoba Kruse, aðalstjóri í Amnesty í Føroyum, heldur, at tað hevur týdning, at børnini so tíðliga sum gjørligt vita, hvørji rættindi og hvørjar skyldur tey hava í einum demokratiskum samfelag. Í sambandi við altjóða barnarættindadagin er, hava Amnesty Føroya Deild, Barnabati og Berin opið hús í gamla Vertshúsinum við Sjónleikarhúsi í Havn, har tey nú øll húsast. Tiltakið byrjar klokkan 15 seinnapartin. Johan Dahl, landsstýrismaður, vísir aftur, at hann hevði nakran leiklut, tá Magni Arge varð koyrdur frá sum stjóri í Atlantsflogi um vikuskiftið. Johan Dahl segði seg vita eins lítið um stjóraskiftið og onnur, men segði seg vóna, at nýggja leiðslan fer at leggja størri dent á at útvega ferðafólki bíligari ferðaseðlar. Felagið skal vera til gagns fyri føroyingar, eisini tá ræður um prísir, og vónandi verður tað eitt av aðalmálunum hjá nýggju leiðsluni, segði Johan Dahl. Ein setanarbólkur við fýra fólkum fer nú at meta um umsóknirnar. Setanarsamrøður verða í næstu viku, og miðað verður eisini eftir at seta starvið í næstu viku. Kunngerðin til brúkaravendarlógina, sum skal tryggja húsakeyparar og seljarar, tá fjald brek eru í húsum, verður væntandi liðug í mai næsta ár. Brúkaraverndarlógin hevur verið í gildi í tvey ár, men hon riggar ikki til fulnar, fyrr enn kunngerðirnar eru settar í gildi, sigur Jógvan Svabo Samuelsen, fulltrúi á løgmansskrivstovuni. Eftir galdandi lóg noyðist seljarin at rinda rokningina, verður eitt fjalt brek staðfest eitt vrek, sum hvørki seljari ella keypari varnaðust áðrenn, húsini vórðu seld. Kunngerðin, sum væntandi kemur í gildið í mai, fer at hava við sær, at ein bústaðarlýsing skal gerast av einum byggiserkønum, áðrenn hús verða seld. Ráðgevarafelagið hevur gjørt vart við, at byggiserkønir aftra seg við at gera bústaðarlýsingar, tí teir óttast fyri at ábyrgjast persónliga, um fjald brek vísa seg at verða í húsunum. Í dag hoyra vit 9. part av hoyrispælinum um Sigmund Brestisson. Tað er Jóannes Lamhauge, sum hevur skrivað, sigur frá og hevur lagt til rættis. Finnur Hansen hevur verið tøkningur. Løgreglan kannar eitt illgrunasamt deyðsfall í Marknalíð í Havn. Løgreglan fekk seint í gjárkvøldið boð um, at ein 61 ára gamal maður var funnin deyður á bústaði sínum. Tá løgreglan og sjúkrabilur komu á staðið, var greitt, at tann 61 ára gamli maðurin ikki er deyður á nátúrligan hátt. Løgreglan tók stutt eftir ein 68 ára gamlan mann, sum er skuldsettur í málinum, tí hann er undir illgruna fyri at hava gjørt av við tann 61 ára gamla mannin. Skuldsetti maðurin skal eftir ætlan í grundlógarforhoyr í Føroya Rætti seinni í dag. Serfrøðingar frá Kriminalteknisku deild hjá Ríkispolitinum og ein rættarlækni koma til Føroyar í dag, fyri at kanna umstøðurnar nærri saman við politistum frá kanningardeildini í Føroyum, sigur løgreglan í tíðindaskrivi. Løgtingsformaðurin hevur brúkt júst somu mannagongd at seta Annfinn V. Hansen sum kanningarstjóra, sum tá aðrir kanningarstjórar hava verið settir. Sambært stýrisskipanarlógini er tað løgtings formaðurin , sum tilnevnir kanningarstjóran. Hann hevur sostatt ikki skyldu til at spyrja formansskapin. Og tað er heldur ikki vanlig mannagongd at spyrja formansskapin, sigur Súsanna Danielsen. Sjey ferðir áður hevur løgtingið sett kanningarstjóra, og hvørja ferð hevur tað verið soleiðis, at tingformaðurin sjálvur hevur tilnevnt kanningarstjóran uttan at spyrja formansskapin. Vanliga mannagongdin er tann, at umsitingin í Løgtinginum kannar evnir til kanningarstjóra, og gevur so tingformanninum ein lista yvir persónar, sum hon metir lúka treytirnar sum kanningarstjóri. Síðani er tað løgtingsformaðurin, sum velur kanningarstjóran. Og ta mannagongdina hava tey eisini brúkt hesa ferð, nú kanningarstjóri skuldi setast at kanna handfaringina av Skálafjarðartunlinum. Páll á Reynatúgvu, tingmaður fyri tjóðveldi og partur av formansskapinum, hevur funnist at tingformanninum, tí hann hvørki spurdi ella kunnaði formansskapin, áðrenn kanningarstjórin varð settur. Jógvan á Lakjuni heldur heldur tað ikki vera nakran trupulleika, at Annfinn V. Hansen, sum hevur hann sett at kanna leiklutin hjá Kára P. Højgaard og Kaj Leo Johannesen fyri handfaringina av Skálafjarðartunnlinum, miðskeiðis í nítiárunum tvær ferðir tók sæti sum varamaður fyri Fólkaflokkin. Páll á Reynatúgvu, limur í formansskapinum, undrast á, at Jógvan á Lakjuni ikki tók formansskapin við upp á ráð, áðrenn hann avgjørdi at seta Annfinn V. Hansen sum kanningarstjóra. Jógvan á Lakjuni vísir á, at tað stendur í lógina, at tað er løgtingsformaðurin, sum setur kanningarstjóra, og ikki allur formansskapurin 68 ára gamli maðurin, sum er skuldsettur og undir illgruna fyri at hava beint fyri 61 ára gamla manninum í gjárkvøldið, búði eftir øllum at døma eisini í húsunum í Marknalíð 3 í Havn. Í heilar fýra dagar verður Norðurlandahúsið karmur um verkstovur, kjak, framsýningar, konsertir og nógv annað spennandi alt við støði í skrivaða orðinum. Tað er rithøvundafelagið sum saman við Norðurlandahúsinum skipar fyri bókmentadøgunum. Vit vóru í Norðurlandahúsinum í morgun har vit tosaðu við Helle Thede Johansen forkvinnu í Rithøvundafelagnum, Janus á Húsagarði teknara og Nils Thorsen journalist og rithøvund Okkurt bendir á, at ES bannið hevur ávirkan á, hvussu gongst at sleppa av við makrelin. Í øllum førum eru goymslurnar í Føroyum á tremur við uppsjóvarfiski. Vit hava fingið lægri søluprís, og farmaprísurin er farin upp, so tað, sum eftir er, er eini 20 prosent minni, sigur Eyðun Rasmussen, reiðari á Norðborg og Christiani í Grótinum, við VP.fo Nýggjar rutur skulu finnast, nýggjar mannagongdir skipast, og tað hevur givið sølufólkunum nógv stríð og strev, sigur Eyðun Rasmussen við VP.fo. Ein triðja kvinna veit ikki hvussu hon skal vera við fostursoninum, tí hann er so illur inná hana og pápan. Hetta, tí mamma hansara fyllur hann við lygnum . Og so er ein ung kvinna, sum aldrin hevur kent gleði í lívinum. Eisini er hon kedd um, at foreldur hennara eru so líkasæl við hana og hennara lív. Ólavur Groth hevur heitt á Góðan Morgun Føroyar, um at fáa hjálp fyri síni hæddarræðslu. Vit settu okkum í samband við sálarfrøðingin Jegvan Bæk, sum hevur nógvar royndir við at hjálpa fólki fyri teirra fobiir, og hesin játtaði at geva Ólavi nakrar viðgerðir. Fylg Ólavi og hansara viðgerð í morgunsendingini. Alt bendir á, at danski ráðharrin í menningarmálum, Christian Friis Bach, fer at leggja frá sær í dag, Hann hevur boðað til tíðindafundar á middegi okkara tíð. Orsøkin til, at Christian Friis Bach leggur frá sær, er trupulleikar við verðurlagsfelagsskapinum GGGI, skriva danskir miðlar. Danmark hevur latið felagsskapinum 90 milliónir krónur. Formaðurin í Vinstraflokkinum, Lars Løkke Rasmussen, er nevndarformaður í GGGI. Hann hevur verið fyri hvøssum atfinningum fyri peninganýtslu og fíggjarligt óskil í sambandi við felagsskapin. Lars Løkke Rasmussen sigur í dag, at ætlar at halda fram í nevndarsessinum, hóast Christian Friis Bach leggur frá sær sum ráðharri Nú er greitt, at farið verður undir at seta upp sjálvan 50 m. svimjihylin og barnahylin í Vági síðst í januar, tað skrivar svimjihollin.com. Arbeiðið at seta báðar svimjihylarnar og vatnreinsianlegg verður skipað í tveimum umførum. Fyrsta umfarið byrjar síðst í januar, tá verður alt rør arbeiðið gjørt, vatnreinsianleggini sett upp, og fyrsti partur av hylunum báðum verður settur upp. Annað umfarið av arbeiðinum verður skipað í mun til nær hinir partarnar í sjálvari svimjihøllini eru klárir, tí hetta umfarið endar við at vatn verður fylt í hylarnar báðar og klárt verður at svimja, skrivar svimjihollin.com Tosað verður við Niels Midjord, samskipara, og Paula Johannesen, ið er við i bólkinum. Um Veturnætur er heitið á útgávuni, sum er komin í búðirnar. Fýra stórhvalir, helst avgustar, eru strandaðir í Sundalagnum tríggir í Nesvík, og ein nakað sunnan fyri Brúnna um Streymin. Sjógvurin fjarar í løtuni, og tí er ivasamt, um tað eydnast at fáa hvalirnar útaftur. 68 ára gamli maðurin, sum er handtikin, undir illgruna fyri at hava beint fyri einum 61 ára gomlum manni í einum húsum í Marknalíð í Havn, kemur fyri rættin klokkan 15 seinnapartin. Tá verður grundlógaravhoyring í málinum. Ákæruvaldið fer væntandi at krevja skuldsetta mannin varðhaldsfongslaðan. Tá løgreglan og sjúkrabilur komu á staðið, var greitt, at tann 61 ára gamli maðurin ikki er deyður á nátúrligan hátt. Løgreglan tók stutt eftir ein 68 ára gamlan mann, sum er skuldsettur í málinum, tí hann er undir illgruna fyri at hava beint fyri tí 61 ára gamla manninum. Serfrøðingar frá Kriminalteknisku deild hjá Ríkispolitinum og ein rættarlækni koma til Føroyar í dag at kanna umstøðurnar nærri saman við politistum frá kanningardeildini í Føroyum. AGD amøban kann hava vanlukkuligar avleiðingar. Tað veit norska alifyritøkan Grieg Seafood alt um. Í fjør misti fyritøkan 2500 tons av laksi, tí amøban varð staðfest. Tann 27.oktober vunnu kvinnurnar hjá VÍF 37 28 á VB í Vestmanna, men nú skal dysturin spælast umaftur, tí VB hevur fingið viðhald í kæru. 4. At Gurið Mortensen, leikandi venjari hjá VB, verður strikað av dómaraseðlinum í samband við, at Leila Jesepersen verður skrivað á hann, og ikki fær loyvi frá dómaraborðinum at koma aftur á dómaraseðilin, tí at dómaraborðið boðar frá, at tað er ov seint, men er í staðin á útskiftingarbonkinum hjá VB allan dystin. 5. At VÍF sum er fyriskipari av dystinum, hevur nýtt ein gamlan dómaraseðil, har pláss bert er fyri fjúrtan leikarum. VB kærir harumframt, at dómaraborðið ongantíð undir dystinum ger vart við, at skeivur dómaraseðil til fjúrtan leikarar er nýttur VÍF er eisini hoyrt í málinum, og er av teirri fatan, at VB hevur ein stóran part av ábyrgdini fyri, at teir feilir, sum eru hendir í dystinum, eru hendir. Har afturat er VÍF av teirri fatan, at teir feilir sum eru hendir, einans hava verið til fyrimuns fyri VB. Aganevndin hevur gjørt úrskurð í málinum, og vísir millum annað á, at allir partar dómaraborð, VÍF, VB og dómarar eiga sín leiklut í, at hesir feilir eru gjørdir. Men tað er VÍF sum heimalið sum fær høvuðsábyrgdina av mistøkunum, tí felagið hevur heimavøll og tí ábyrgd av tíðtakara og skrivara í dystinum. Forkvinnan í landsstýrismálanevndini, heldur, at tað er sera óheppið, at spurnartekin verður sett við trúvirðið hjá kanningarstjóranum í málinum um Skálafjarðatunnilin, áðrenn kanningin er byrjað. Enn er eingin støða tikin til, hvat gerast skal við avgustarnar, sum eru strandaðir í Sundalagnum. Men tað er ikki sum at siga tað, tí avgustur kann verða upp í 12 15 metrar. Niðulegg nøkur sambýli, og raðfest heldur heimatænastuna hægri. Tað heldur Finnur Johansen, sum hevur verið formaður í pensjónistafelagnum í Havn seinastu fimm árini. Finnur Johansen heldur, at tey, sum búgva á sambýlunum, oftast eru so illa fyri, at tey áttu at búð á einum røktarheimi. Og tey, sum eru væl fyri,men búgva á sambýlum, áttu heldur at fingið betri heimahjálp, so tey kunnu búgva heima so leingi sum til ber. Tí tey flestu vilja búgva heima so leingi sum longst, sigur Finnur Johansen Í kanningini eru føroyingar spurdir um, um teir høvdu roynt at forðað einum persóni at koyra bil, um tað sást, at viðkomandi hevði drukkið og var ávirkaður. Kanningin vísir, at 82 prosent av føroyingum heilt vist høvdu roynt at forðað tí. 13 prosent siga, at tey kanska høvdu roynt at forðað tí, og bert eitt prosent siga, at tey ikki høvdu lagt seg út í tað. Fýra av fimm føroyingum høvdu sostatt roynt at forðað øðrum at koyra við ov høgari promillu. Ráðið fyri ferðslutrygd tulkar hetta úrslitið sum, at ein munandi partur av føroyingum tekur frástøðu frá rúsdrekkakoyring, men kortini er ein lítil partur, sum ikki heldur seg hava skyldu at forða tí. Kanningin vísir eisini, at tað eru tey yngru, sum í mestan mun taka frástøðu frá rúsdrekkakoyring. Í aldursbýtinum er greitt, at eldru ættarliðini í minni mun vilja leggja seg út í málið enn tey yngru. Millum føroyingar sum eru 60 ár og eldri, svara 74 prosent játtandi, og millum tey 25 39 ára gomlu eru 89 prosent, sum heilt vist høvdu forðað sínum medmenniskjum at koyra við ov høgari promillu. Ráðið fyri Ferðslutrygd skrivar, at hetta stuðlar undir varhugan av, at hugburðurin til rúsdrekka er munandi broyttur seinnu árini, og at fólk í størri mun taka frástøðu frá rúsdrekkakoyring. Kanningin er gjørd í samband við átakið hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd, sum kallast Vinir lova ikki vinum at koyra skít . Átakið endar 13. desember. Landsliðsvenjararnir Kári Nielsen og Birgir Hansen hava úttikið U20 bruttohópin, sum skal venja fram ímóti trimum EM undankappingardystunum í Ísrael 4. 6. apríl í næsta ár. Málmenn Tóraldur Kollsker, H71 Niklas Simonsen, VÍF Tóki Seloy, VÍF Jan Pauli Johannesen, Kyndil Útileikarar Tróndur Arge, H71 Pætur Thomsen, H71 Jónas G. Djurhuus, H71 Djóni Højgaard, H71 Allan Norðberg, StÍF Kjartan Johansen, StÍF Fríði Weyhe, KÍF Hanus Chritophersen, VÍF Áki Egilsnes, VÍF John R. Nielsen, VÍF Julian Olsen, VÍF Rói B. Hansen, Neistin Hjalti í Jákupstovu, Neistin Teis Horn Rasmussen, Neistin John í Innistovu, Neistin Hjalte Bachmann, Kyndil Eirikur Simonsen, Viborg Helgi Hoydal, Viborg Rasmus Gullfoss, Taastrup mynd hsf.fo 68 ára gamli maðurin, sum er er handtikin og skuldsettur í sambandi við, at ein 61 ára gamal maður varð funnin deyður í einum húsum í gjárkvøldið, noktar seg sekan í skuldsetingini um at hava dripið tann 61 ára gamla. 68 ára gamli maðurin, sum varð handtikin í gjárkvøldið í sambandi við, at ein 61 ára gamal maður varð funnin deyður í einum húsum í Havn í gjárkvøldið, er skuldsettur fyri at hava stungið við knívi. Ákærin vildi hava, at málið varð viðgjørt fyri afturlatnum hurðum, men hesum mótmælti verjin. Og dómarin tók undir við honum. Men pressan, sum fylgir málinum, sleppur ikki at endurgeva frá rættarfundinum, tí dómarin hevur sett referatforboð. Sætta sendingin í nýggju røðini fevnir um árini 1980 1983. Føroyskur tónleikur mennist í stórum í 80 árunum. Alt fleiri bólkar og einstaklingar stíga nú fram við egnum tilfari. Útgávurnar fleirfaldast. Hetta er eisini tíðin, tá tónleikur fæst á kassettubandi, singleplátu, LP plátu og fløguni, sum kemur síðst í 80 unum. Føroyski tónleikurin, sum kemur út hesi árini er ógvuliga ymiskur. Útgávurnar kunnu flokkast í tríggjar høvuðspartar. Øðrumegin er tann andaligi tónleikurin, og hinumegin tann meira alternativi vongurin kring Havnar Jazzfelag, sum eisini er ógvuliga útgávuvirkin. Og so er tað allur hin tónleikurin, ið røkkur um sjómanssangir til popp. Ungdómurin saknar altjóða nýtíðarpoppljómin í teimum føroysku útgávunum. Í Havn er ungdómurin ónøgdur við dansiviðurskiftini og ger uppreistur. Millum bólkarnar, ið eru til umrøðu í fyrstu sendingini í framhaldsrøðini, kunnu nevnast Brongl, Vestmenn, Tinganest, Tónlist, Funkies, Gras og M.C. Restorff. Í sendingini greiðir Eir millum annað frá uppgávunum hjá MÁF, og teimum mongu avbjóðingum, ið sjónleikarar, leikstjórar og filmsframleiðarir hava at stríðast við. Eisini verður práta um munin á at vera ungur í dag og í hálvfjersunum, um ungdómsuppreisturin og tær aktivu politisku rørðslurnar, sum vóru tá í tíðini. Eir, ið er fødd og uppvaksin í Havn, flutti fyri tveimum árum síðani til Norðskála. Hví so varð, fær tú eisini at vita í sendingini. Enn er eingin støða tikin til, hvat gerast skal við avgustarnar, sum eru strandaðir í Sundalagnum. Men tað er ikki sum at siga tað, tí avgustur kann verða upp í 12 15 metrar. Teir eru væl fyri, og kunnu liggja í fleiri dagar, sigur Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur. Neglt er upp fyri fleiri staðni á Røktarheiminum á Sýnini í Miðvági, so vindeyguni ikki skulu detta úr karminum og inn á búfólkið innanfyri. So illa er røktarheimið farið, nú tað er fjøruti ára gamalt og ikki hevur fingið neyðugu umvælingarnar. Bæði búfólk og starvsfólk hava ampa av, at tað mestsum ikki er verandi í húsunum. Í dag hoyra vit 10. part av hoyrispælinum um Sigmund Brestisson. Tað er Jóannes Lamhauge, sum hevur skrivað, sigur frá og hevur lagt til rættis. Finnur Hansen hevur verið tøkningur. Kriminalteknisku kanningarnar í drápsmálinum í Marknalíð í Havn eru ikki lidnar og halda fram í dag, eins og rættarlæknaliga líkskoðanin og obduktiónin eisini verða í dag. Ein 68 ára gamal maður varð í Føroya Rætti í gjár varðhaldsfongslaður í fýra vikur, skuldsettur fyri at hava beint fyri einum 61 ára gomlum manni. Inntøkurnar fyri 2014 eru settar til 163,5 milliónir krónur, raksturin verður 106,8 milliónir krónur, og íløgur skulu gerast fyri 36,7 milliónir krónur Býráðið hevur samtykt at lækka skattaprosentið við 0,25 prosentstigum, niður í 21,5 prosent. Ansingargjøldini lækka við einum fjórðingi, systkinaavslátturin hækkar upp í 25 prosent, og barnafrádrátturin hækkar upp í 4.500 krónur Kommunan ætlar eisini at seta eina bussleið á stovn. Av nýggjum íløgum er skúlabyggingin á Ziskatrøð størsta einstaka verkætlanin, og níggju milliónir krónur verða settar av til arbeiðið. Farið verður eisini undir at byggja nýtt skýli við fótbóltsvøllin, og arbeiðið at gera rennibreyt byrjar. Fýra milliónir krónur skulu brúkast til svimjihøllina, og pengar skulu eisini nýtast til Badmintonhøllina og KÍ høllina, sum kommunan nú eigur. Pengar verða setir av til sjóhita, so skúlarnir, hallirnar og aðrir bygningar verða hitaðir við grønari orku. Eisini verða p engar settir av til at betra um viðurskiftini á havnalagnum, og hildið verður fram við at gera eitt nýtt ídnaðarøki. Vit tora ikki at senda dóttrina til ommu og fosturabba, tí fosturabbin einaferð fyri mongum árum síðani var nærgangandi við sjeikin hjá mær. Soleiðis skrivar ein lurtari, sum stendur í truplari tvístøðu. Katrin Kallsberg, Leif Láadal og Bergur Debes Joensen halda, at maðurin eigur at tosa við fosturabban um tað, sum hendi. Umframt hendan spurning koma tey trý eisini við boðum upp á, hví ein maður tilskilar sær rætt til at tala at, tá konan koyrir, og hvussu eini foreldur skulu tosa við ein lærara, sum happar sonin. Fiskiskapurin eftir botnfiski minkar støðugt. Fyrstu níggju mánaðirnar í ár minkaði fiskiskapurin eftir toski, hýsu, upsa og øðrum botnfiskasløgum meiri enn 8.000 tons. Serliga fiskiskapurin eftir upsa minkaði nógv, næstan 7.000 tons, samanborið við í fjør. Fiskiskapurin eftir toski og hýsu var heldur frægari. Fyrstu níggju mánaðirnar í ár var fiskur útfluttur fyri 547 milliónir krónur Í fjør var útflutningurin 688 milliónir krónur í fjør, vísa tøl frá Hagstovuni. Samgongutinglimir sleppa neyvan at atkvøða eftir egnari sannføring, tá uppskotið um at loyva samkyndum gifta seg borgarligt, kemur fyri tingið. Í samgonguni hava vit avtalað, at tá andstøðan kemur við uppskotum, ið kunnu seta samgongustevið í vanda, skulu hesi uppskot viðgerast í samgonguni fyrst. Mín uppgáva sum samgonguleiðari er at tryggja, at vit fylgja samgonguskjalinum. Og eg kann bara staðfesta, at hetta andstøðuuppskotið er ikki við í samgonuskjalinum, sigur Kaj Leo Holm Johannensen við Sosialin í dag. Uppskotið, sum tey trý, Poul Michelsen, Rigmor Dam og Bjørt Samuelsen, løgdu fyri tingið mikudagin kemur til fyrstu viðgerð í aðru viku. Í høvuðsheitinum er talan um broytingar, sum felagið tekur undir við, men felagið heldur, at uppskotið í fleiri førum ikki er nóg víðfevnt, og fíggjarligu ásetingarnar um eftirlønargjaldið gera, at útgjaldið minkar í framtíðini. Tað kann felagið ikki taka undir við, sigur Herálvur Jacobsen við Skúlablaðið. Lærarafelagið heldur ikki, at barsilstíðin hjá pápum eigur at strikast, um pápin ikki tekur sín part av barsilstíðini. Í øllum førum eigur ikki øll tíðin at verða strikað. Felagið heldur eisini, at barsilstíðin hjá kvinnum eigur at verða hækkað upp í 40 vikur, heldur enn 33, sum broytingin mælir til. Tá talan er um barsilsgjald, so tekur Lærarafelagið undir við at eftirløn verður goldin av barsilspengunum. Men eftirlønin má leggjast aftrat. Felagið hevur greinað, at hægsta útgjaldið verður góðar 22.000 krónur um mánaðin, fyri tey sum fáa mest. Skal eftirløn takast av tí gjaldinum, so lækkar útgjaldið niður í slakar 19.000 krónur eftir fáum árum, og tað kann felagið ikki taka undir við, sigur formaðurin við Skúlablaðið. Lærarafelagið sigur í svarinum, at felagið er í iva um viljan at broyta viðurskiftini. Tí samstundis sum politikararnir tosa um minkandi barnatal, so verður eitt uppskot lagt fram, sum minkar um útgjaldið úr barsilsskipanini. Skulu vit økja um føðitíttleikan í Føroyum, so krevur tað betri fíggjarlig viðurskifti fyri tey, sum eiga børn, og tað ger broytingin í barsilsskipanini ikki. Politikararnir mugu eisini minnast til, at kvinnurnar ofta arbeiða niðursetta tíð, og tí eru tær frammanundan eru ein veikur eftirlønarbólkur. Almenna skipanin eigur at hjúkla um tær fíggjarliga, sigur Herálvur Jacobsen millum annað við Skúlablaðið, sum endurgevur svarið hjá Lærarafelagnum til barsilsskipanina. Tað kann taka fleiri ár hjá Varðanum Pelagic og Norðborg aftur at fáa loyvi at útflyta fisk til Russlands, um fyritøkurnar enda á svarta listanum hjá russisku heilsumyndugleikunum. Bæði Varðin Pelagic og Norðborg eru dottin niður á gula listan hjá russisku heilsumyndugleikunum, og vandi er fyri at detta niður á reyða listan, sum er svarti listin hjá russisku heilsumyndugleikunum. Klokkan fimm minuttir í hálvgum átta varð alment kunngjørt í Washington, at John F. Kennedy, forseti varð deyður, eftir at verða raktur av einum skoti frá einari riflu í býnum Dallas í Texas. Soleiðis byrjaði útvarpið tíðindasendingina 22. november í 1963, tá heimurin brádliga steðgaði upp, eftir at tíðindini um at táverandi forsetin í USA varð myrdur í Dallas, Texas bórust. Dagin eftir gjørdu Finnbogi Ísakson, sáli, og Ívar Iversen, útvarpsmenn, eina útvarpssending um morðið í Dallas, tá 35 39 indi forsetin í USA, John Fitzgerald Kennedy, varð myrdur í einum opnum bili. Hoyr útvarpssendingina, ið útvarpið sendi og gjørdi dagin eftir morðið, 23. november 1963, har eisini táverandi løgmaður Føroya, Hákun Djurhuus, bar fram samkenslukvøðu. Ert tú alment starvsfólk og vil síggja lønarseðilin eftir 1. januar, noyðist tú fáa tær Mína Boks. Tað boðar Føroya Gjaldstova frá. Allir lønarseðlar hjá almennum starvsfólki hava higartil verið tøkir í talgildu postkassaskipanini Netmiðluni. Men Gjaldstovan boðar nú frá, at 31. desember í ár verður Netmiðlan stongd. Tá mugu almenn starvsfólk hava fingið sær Mína Boks, vilja tey hava lønarseðlar. Samstundis verður lættari at rita inn í Mína Boks. Elektron ger eitt nýtt innrit til Mína Boks saman við Gjaldstovuni, Taks og Tórshavnar kommunu. Nýggja innritingarskipanin hevur við sær, at tær nýtist ikki at hava netbanka fyri at rita inn. Nýggja innritið verður klárt í januar 2014, sigur Elektron. Leif Abrahamsen, stjóri á Gjaldstovuni, sigur, at Gjaldstovan hevur kravt nýtt innrit, um Mín Boks skal taka yvir leiklutin, sum Netmiðlan hevur havt. Gjaldstovan heldur ikki, at tað er nóg góð tænasta, at bara tey, sum hava netbanka, kunnu rita inn í Mína Boks. Mín Boks hevur verið virkin í eina tíð, og higartil hava 7.300 fólk skrásett seg sum brúkarar. Jens Marni Hansen hevur akustiska konsert í Perluni kl 21 í kvøld. Morgunsendingin máldi dagsformin hjá Jens Marna við beinleiðis sangi og spæli Løgmaður heitir á samgongutinglimir um ikki at atkvøða fyri uppskotinum hjá trimum andstøðutinglimum um at loyva samkyndum at giftast borgarligt. Uppskotið, sum tey trý, Poul Michelsen, Rigmor Dam og Bjørt Samuelsen, løgdu fyri tingið mikudagin, kemur til fyrstu viðgerð í aðru viku. Fýra augustar lógu í allan gjár í Sundalagnum nærindis brúnna um Streymin. Dagur amp Vika var saman við einari rúgvu av fólki og hugdi at hesi sjáldsomu sjón. Innslagið í Degi amp Viku var av misgávum klipt av men her er innslagið í fullari longd. Í dag er støðan tann, at tann eini spermurin er deyður meðan ein er horvin. Nátturugripasavnið ætlar møguliga at reka teir tveir, sum eftir eru, norð ígjøgnum Sundalagið. Føroyar hava fingið ein nýggjan rithøvund. Tað er fyrrverandi kunningarráðgevin hjá løgmanni, Páll Nolsøe. Fyrsta bók hansara er psykologiska krimisøgan BROT. Páll Nolsøe er gestur í Vangamyndini í Degi amp Viku í kvøld. Liljan Weihe er vertur Marin Katrina Frýdal, býráðslimur í Havn, hevur kært Heðin Mortensen, borgarstjóra, til Kommunala Eftirlitið fyri at hava brotiðkommunustýrislógina. Eg virði allar áheitanir, eisini frá býráðslimum. Men í hesum førinum ber ikki til at fáa serstøðu skrivaða í gerðabókina, tí hon er ein bók, sum vísir, hvørjar avgerðir eru tiknar. Borgarstjórin sigur, at Marin Katrina Frýdal hevði onga serstøðu í viðgerðini av fíggjarætlanini, og at hon tók fult undir við málinum. Eg fegnist um, at málið er kært, tí eg havi rætt, sigur Heðin Mortensen. Hann vísir aftur, at hann er arrogantur. Tað kunnu borgararnir meta um, sigur hann. Í dag hava Magnus Carlsen og Vishi Anand telvað 10. talvið í heimsmeistarakappingini í Chennai í India. Eftir at Magnus Carlsen vann 9. talvið í gjár, skuldi hann bara hava eitt hálvt stig afturat fyri at kunna gerast heimsmeistari. Og tað fekk hann í dag. Talvið gjørdist drúgt, og eftir 65 leikir endaði tað javnt, tá øll fólkini á borðinum uttan kongarnir báðir, vórðu offrað. Sostatt endaði talvið javnt remis og harvið kundi 22 ára gamli Magnus Carlsen heiðrast sum nýggjur heimsmeistari. Tá Gjaldstovan í 2005 fór at senda lønarseðlar gjøgnum Netmiðluna í staðin fyri at senda pappírslønarseðlar, spardu tey umleið eina helvt í útreiðslum, sigur Leif Abrahamsen. Magnus Carlsen var frammanfyri 6 3, áðrenn hann og Andand settust við borðið í dag, og tí var nokk við javnleiki fyri at tryggja sær heimsmeitaraheitið. Talvið í dag endaði við javnleiki, og tí vann Magnus Carlsen samanlagt 6,5 3,5 á Andand. Meðan teir telvaðu, reisti Andand seg fleiri ferðir og gekk sær ein túr, meðan hann hugsaði um næsta leik. Magnus Carlsen bleiv sitandi, og sá róligur út, meðan hann hugsaði. Tað eydnaðist eisini hjá Magnus Carlsen við offensivum spæli at trýsta fólki hjá Andand aftur. Til síðst mátti Andand geva upp og taka til takkar við remis. Sigurin hjá Magnusi er upp á nógvar mátar søguligur. Ikki síðani 1910, tá Emaunel Lasker vardi HM heiti, hevur nakar vunnið ein HM dyst upp á bara 10 umfør. Undan hesum dystinum hevði Viswanathan Andand vunnið HM heitið fimm ferðir. Hann hevur verið HM meistari síðan 2007. Nú eigur Noreg heiðurin. 22 ára gamli Magnus Carlsen er yngsti heimsmeistari í talvi nakrantíð. Tað sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, nú veterineru myndugleikarnir í Russlandi svartlista Varðan Pelagic, tí ov nógv bakteria eftir øllum at døma er staðfest í vørum frá virkinum. Talan má vera um eitt mistak, og støðan hjá Varðanum Pelagic verður viðgjørd á hægsta stigi, bæði í embætisverkinum og politiskt. 2013 verður eitt av vánaligu árunum, tá talan er um fiskiskap undir Føroyum. Fyrstu níggju mánaðirnar eru fiskað 40.000 tons av vanligu botnfiskasløgunum, sløk 10.000 tons færri enn í fjør. Tilsamans eru 64.000 tons fiskað, á leið 8.000 tons færri enn í fjør. Talan er um botnfiskaveiðu, sum er á leið 7.000 tons um mánaðin. Virðið á fiskinum er 547 milliónir krónur, 141 milliónir krónur minni enn í fjør. Verður talan um somu gongd, tað sum er eftir av árinum, verður samlaði fiskiskapurin av botnfiski á leið 85.000 tons. Samstundis verða prísirnir trýstir, tí nógvur fiskur er á marknaðinum. Tað er fyrst og fremst nógvi toskurin úr Barentshavinum, sum trýstir prísin, men talan er eisini um kreppu í fleiri evropeiskum londum, sum ger, at fólk ikki hava ráð at keypa. Tí fellur prísurin eisini á fiskasløgum sum longu og brosmu, sum áttu at komið í staðin fyri toskin. Einasta fiskaslag, sum hevur hildið prísin, er upsi. Upsaprísurin liggur um átta krónur fyri kg, og tað hevur hann gjørt leingi. Upsin verður serliga seldur sum feskt flak. men hóast prísurin á upsa heldur sær, so minkar fiskiskapurin nógv. Fyrstu níggju mánaðirnar minkaði fiskiskapurin eftir upsa við sløkum 6.000 tonsum, niður á 22.000 tons. Heldur gongdin sær, tað sum er eftir av árinum, verður veiðan frá føroyskum skipum neyvan meiri enn eini 85.000 tons, sum verða seld fyri góðar 700 milliónir krónur Tá best gekst í fiskivinnuni undir Føroyum, seldu skipini fyri góðar tvær milliardir krónur Tað var kortini bert tað eina árið, í 2008, tá bæði nøgd og prísur vóru góð. Verður útflutningurin av botnfiski 700 milliónir krónur í ár, er tað bert ein triðing av søluvirðinum metárið 2008. Í dag fer Beinta Johannesen, sum arbeiðir á Bókadeild Føroya Lærarafelags, at greiða frá bókadøgunum, sum verða í Norðurlandahúsinum í vikuskiftinum. Niels Johnson, sum gongur í 6.flokki í Eysturskúlanum í Havn, dámar væl at lesa tjúkkar bøkur. Hann fer at greiða frá yndislesnaði sínum. Í skúlanum á Argjahamri eru fegnir First lego league vinnarar, tey kalla seg Legoholics, og hava úr at gera, tí 28. november fara tey til Noregs at kappast víðari. Einars ríma er ikki ofta at hoyra á gólvið, men Klaksvíkar Dansifelag kvøður hana viðhvørt. Sama er við við Der g r dansi Riber gade. Johan Petersen, nevndur Skard, skipar vísurnar. Í dag hoyra vit 13. og seinasta part av søguni, MIo mín Mio. Astrid Lindgren skrivaði og Elin Súsanna Jacobsen týddi til føroyskt. Margreta Næss lesur. Tað var ikki bara at siga tað at ganga á kostskúla í Rønde. Skúlaleiðarin gjørdi nógv burtur úr at halda skil á næmingunum. Eftir studentsprógvið í 1958 kom Niels Pauli Danielsen aftur og var læraravikarur fyrst í Klaksvík og síðani í Fámjin. Í 1959 fór Niels Pauli Danielsen til Keypmannahavnar at lesa til prest, men tey fyrstu árini gjørdi hann meiri við felagsarbeiðið í Studentafelagnum enn við lesturin. Studentarnir spældu eisini fótbólt og endurstovnaðu Oyggjaframa. Niels Pauli stovnaði tjóðveldisfelag í Keypmannahavn. Í Brunsj verður tosa við Suna um hesa verkætlanina og aðrar tíðandi verkætlanir, sum Suni hevur staðið fyri í bæði útvarpi og sjónvarpi. Eisini greiðir Suni frá tíðina, tá hann byrjaði í útvarpinum. Fyrst sum leikari í hoyrispæli hjá Barnaútvarpinum og seinni sum talvreportari í útvarpinum. Alt bendir á, at stóri avgusturin, sum seinastu dagarnar hevur svomið runt norðalaga í Sundalagnum kennir seg innistongdan og tí ikki rýmir út úr økinum og út í opið hav. Tað heldur froskmaðurin Jens Mortan Rasmussen, sum sunnudagin saman við Bergi Mikladal gjørdi eina roynd at fáa undirvatnsmyndir av stóra avgustinum, sum er eftir í Sundalagnum. Hvalurin, sum lá strandaður við Nesvík, liggur nú deyður við Norðskála. Náttúrugripasavnið ætlar at bjarga rovunum av stórhvalunum upp á land við Áir, sigur Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur Tá FC Midtjylland og Brøndby IF møttust í MCH Arena í gjárskvøldið, taldist føroyingurin Sonni Ragnar millum teir fyrstu ellivu fyri FC Midtjylland. Leingi stóð á jøvnum, men í 84 min legði Martin Ørnskov Brøndby á odda. Harvið endaði dysturin 0 1 til Brøndby. Sonni Ragnar helt at uppgávan var spennandi, og segði at hetta er jú tað man arbeiðir so hart fyri. Eg var sera fegin, tá eg fekk boðini at eg skuldi byrja inni, og serliga er tað stuttligt tá vit spæla frammanfyri so nógvum áskoðarum. Vit vóru undir trýsti beinanvegin, men haldi at vit komu gott inn í dystin aftur. Samanumtikið spældu vit ein fínan dyst, tað var bara erguligt at teir fáa eitt mál so seint í dystinum. Vit skuldu bara havt skorað uppá okkara møguleikar. ðrenn dystin segði venjarin við meg, at eg skuldi fara inn og taka tad róligt. Hann bað meg njóta dystin og spæla mítt spæl. Eg skuldi bara hugsa um at spæla fótbólt, og ikki vera bangin at gera nakran feil. Haldi sjálvur at tað gekk væl. Soleiðis segði Ronni Ragnar um dystin í gjár. Tað er langt í millum at føroysku leikararnir veruliga gera seg galdandi uttanlands. Men í løtuni er Sonni Ragnar ein av trimum føroyingum, sum eru sáttmálabundnir við lið í bestu donsku deildini. Hallur Hansson og Ren Shaki Joensen spæla við ávikavist Aab og Brøndby IF. Vegurin til Superliga er hart arbeiði, og undir venjing er ein noyddur at gera alt man er mentur. Ein má vera seriøsur og vísa ein góðan moral, tá skal tað nokk fara at gleppa, sigur Sonni Ragnar at enda við einum smíli. Hóast tapið liggur felagið hjá Sonna Ragnari fremst við 30 stigum, teir spælt ein dyst meira enn Aab, sum liggur á øðrum plássi við 27 stigum. Aab tekur ímóti botnliðnum FC Nordsjælland í dag kl 18 føroyska tíð. Sambært heimasíðuni hjá Aab er Hallur Hansson úttikin til dystin, men enn stendur einki um Hallur byrjar inni. Slýggj á fiski kann hjálpa okkum at finna evni, ið gera okkum mótstøðufør móti sjúkum. Slýggj verjir fiskin fyri ávirkan úttanífrá, og tí er væl hugsandi, at evni eru í slýgginum, sum heilivágsídnaðurin kann brúka. Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum hevur júst flutt sítt granskingarvirksemi í granskingarsetrið Inova við Hoyvíksvegin í Havn. Frystigoymslurnar eru á tremur við 50.000 tonsum av makreli og sild fyri hundraðtals milliónir krónur, og tí kemur innflutningbannið, sum russar hava hótt við at seta í verk acute móti Varðan Pelagic á Tvøroyri, sera illa við. Bogi Jacobsen, stjóri, ásannar, at seinastu tíðina hevur verið nógv avskipað til Russlands, áðrenn stongsulin kanska kemur í gildi í dag. Hetta hevur figgjarligar avleiðingar, tí vøran kemur skjótari á marknaðin enn ætlað, og tað trýstir prísin. Men Bogi Jacobsen vísir aftur, at stóra makrel og sildakvotan, sum vit hava ásett, nú kemur okkum aftur um brekku. Í morgin verður aðalorðaskifti í løgtinginum um álitið quot Føroyar eitt land í arktis quot , sum Løgmannsskrivstovan og Uttanríkistænastan hava latið úr hondum. Í álitinum stendur, at tað er ætlað sum grundarlag undir einari breiðari politiskari viðgerð av støðu Føroya í Arktis, og hvussu Føroyar á bestan hátt fyrireika seg til nýggju kringumstøðurnar. Føroyar eru partur av heildarætlanini Kongeriget Danmarks Strategi for Arktis 2011 2020, ið fevnir um Danmark, Grønland og Føroyar. Hendan ætlanin miðar móti at styrkja leiklutin hjá Kongsríkinum sum virknum leikara í Arktis. Málið við ætlanani er eitt friðarligt og trygt Arktis við sjálvberandi búskaparligari menning, ið virðir viðbreknu náttúruna í Arktis, stendur í álitinum. Í álitinum verða fleiri tilmæli førd fram. Millum annað verður mælt til, at føroyskir myndugleikar seta í verk eftirlits og fráboðanarskipanir av skipaferðsluni í sjóøkinum kring Føroyar. Eisini verður mælt til, at fyri at tryggja, at føroyskar fyritøkur ikki eru fyri kappingaravlaging mótvegis fyritøkum í grannalondunum, eiga tillagingar at verða gjørdar í skattalóggávuni. Mælt verður eisini til at áseta eitt serbúskaparøki fyri Føroyar, tí tað gevur øktar eftirlitsheimildir mótvegis skipum undir fremmandum flaggi. Hvussu leingi kann eg goyma gávurkortið, spyr ein lurtari í morgun. Brúkaraumboðið svarar spurningum um gávukort og gávukeyp í desember. Norðurlendska Ráðharraráðið er við at kanna, hvussu er við innovatión, ella entrepreneurfakinum, í norðurlendsku fólkaskúlunum. Í hesum sambandi var leiðarin fyri Íverksetanarhusið í Klaksvík, Rani Nolsøe, boðin á ráðstevnu í Keypmannahavn fríggjadagin. Góðan morgun Føroyar hevur tosað við Rana Nólsøe. Sølan av kertuljósum man seta met hesa myrku árstíðina. Men hvørji ljós skulu vit keypa, og er stórur munur á dygdini tá tosað verður um dálkandi evni. Umhvørvisstovan gav í morgun góð ráð um kertuljós. Grønlendska Sjálvstýrið fer at stovna umboðsstovu í Washinton. Hálv triðja millión krónur er sett av á fíggjarlógini næsta ár til umboðsstovuna. Hetta er greitt tekin um, at Grønland tekur ikki undir við, at uttanríkispolitikkur er ríkismál, sigur Lars Hovbakke Sørensen, serfrøðingur í grønlendskum viðurskiftum á lærda háskúlanum í Keypmannahavn, við Jyllands Posten. Høvuðsendamálið at stovna umboðsstovu í Washington er alment at viðurkenna, at USA í mong ár hevði herstøð í Thule, og at fremja samhandilin við amerikanarar. Grønland hevur seráhugamál á fleiri uttanríkispolitiskum økjum, og tað ber til at røkja hesi áhugamál uttan at fara út um mark í sjálvstýrislógini, sigur Adam Worm, varastjóri á umboðsstovuni hjá grønlendska sjálvstýrinum í Grønlandi, við Jyllands Posten. Men tað er greitt, at grønlendska umboðsstovan í USA er tekin um, at Grønland leggur størri dent á uttanríkispolitiska sambandið enn fyrr, sigur Adam Worm. Uttanríkisráðharrarnir í ES londum fara um fáar vikur at viðgera spurningin um at seta nøkur tiltøk úr gildi. Tað verður væntandi í desember, sigur franski uttanríkisráðharrin, Laurent Fabius, við útvarpsstøðina Europe 1, sambært Reuters. Tiltøkini verða sett úr gildi, tí avtala er gjørd við Iran um kjarnorku. Samráðst hevur verið í eitt hálvt ár, og um vikuskiftið eydnaðist at semjast um avtaluna í Geneve. Hon ber millum annað í sær, at Iran gevst at ríka uran, og afturfyri lovar altjóða samfelagið ikki at samtykkja nýggj tiltøk næsta hálva árið, tá ætlanin er at gera eina meiri víðfevnda avtalu millum Iran og stórveldini. Palli Eysturberg avloysir Andr Dalfoss sum formaður í TB. Elsta fótbóltsfelagið í Føroyum hevði um vikuskiftið fund, og har blivu nevndirnar skipaðar. Heimasíðan hjá TB skrivar, at Palli Eysturberg hevur drúgvar royndir frá nevndararbeiði. Hann var varaformaður í TB í fjør, og hann hevur eisini verið formaður í Tvøroyra svimjifelagi. Durita Holm, sum hesi seinastu árini hevur búð í Spania, var gestur í morgunsendingini í morgun. Hon er heima, nú hon gevur út sína triðju bók. Men hvat hevur Durita gjørt, síðani hon flutti úr Føroyum, og hvussu sær gerandisdagur hennara út í Spania Amerikanski forsetin, Barack Obama, hevði í gjárkvøldið telefonsamrøðu við ísraelska forsætisráðharran, Benjamin Netanyahu, um atomavtaluna, sum seks stórveldi gjørdu við Iran sunnunáttina, upplýsa Hvítu Húsini í Washington. Forsetin segði Netanyahu, at hann vil, at USA og Ísrael skjótast til ber fara undir samráðingar, í eini roynd at fáa eina samlaða loysn um kjarnorkuna í Iran, sigur ein talsmaður fyri Hvítu Húsini. Obama vissaði ísrealska forsetan um, at viðurskiftini millum USA og Ísrael verða óbroytt. Obama segði seg skilja, at ísraelsmenn eru ivasamir um avtaluna við Iran. Talsmaðurin sigur, at báðir leiðararnir hava sum felags mál, at forðað verður fyri, at Iran fær kjarnorkuvápn. Eftir stjórnarfundin segði ísraelski forsætisráðharrin, at heimurin er vorðin ótryggari, tí vandamiklasta land í heiminum hevur tikið eitt álvarsamt stig móti at fáa vandamiklasta vápn í heiminum, ávaraði hann. Jørgen Niclasen boðaði í løgtinginum í farnu viku frá, at hann í hesari vikuni fór at bjóða andstøðuni við til samráðingar um eina felags tunnilsloysn, sum eitt samt løgting kanna taka undir við. Tað eydnaðist ikki at fáa eina samrøðu við Jørgen Niclasen, sum var á landsstýrisfundi fyrrapartin, men í stuttum tekstboðum skrivar landsstýrismaðurin, at arbeitt enn verður við málinum, hóast andstøðan ikki enn hevur fingið fundarboð. Vil Jørgen Niclasen hava breiða semju í løgtinginum um eina tunnilsloysn, skulu veruligar samráðingar til, har andstøðan sleppur at seta síni fingramerki, sigur formaður í Tjóðveldi í stuttari viðmerking. Í dag kom uppsjóvarvirkið Varðin Pelagic á Tvøroyri á reyða listan hjá russiska stovninum, sum hevur eftirlit við matvørum, sum verða fluttar inn í landið. Heilsufrøðiliga Starvsstovan skilir framvegis ikki hvussu tað ber til, at koli bakteriur eru funnar í fiskinum frá Varðanum Pelagic, og Bárður Enni, stjóri á Starvsstovuni vónar nú at sleppa yvir til Russlands at tosa við eftirlitsstovnin og vónandi at fáa misskiljingar upp á pláss. Í mong ár hava læknar ikki kannað skúlabørn. Lógin sigur, at tað skulu vera læknar, sum gera heilsuligu kanningarnar. Men Bjarta Vilhelm, stjóri í Gigni, vísir á, at heilsufrøðingar hava útbúgving, sum ger, at teir eisini kunnu gera læknaligar kanningar. Landsstýrismaðurin í heilsumálum arbeiðir í løtuni við at gera broytingar í lógini, so tað verður tryggjað, at heilsukanningarnar veruliga verða framdar. Seinni fipurkaðalin hjá Føroya Tele til Suðuroyar er nú eisini umvældur. Fyri tveimum árum síðani fór annað, og í fjør fór hitt sambandið, so at suðurøkið eina tíð bert hevði radiosamband til sítt fjarskifti. Í oktober varð sjókaðalin millum Gomlurætt og Skopun umvældur, og sostatt fingu Sandoy og Suðuroy aftur fipursamband. Og leygardagin var so hin sjókaðalin, sum gongur millum Miðvág og Hvalba, eisini umvældur. Sostatt hevur Suðuroyggin aftur tvey fjarskiftissambond. Kaðalin er umvældur í samstarvi við Fiskiveiðieftirlitið. Brimil hevur serliga útgerð umborð, so føroyingar sjálvir kunnu gera umvælingararbeiðið. Føroya Tele sigur, at hetta er stórur fyrimunur, tí tað er dýrt og kann vera tvørligt at fáa útlendskt kaðalskip higar, tá sjókaðalar skulu skoytast. Kanningin vísir, at Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin høvdu mist hvør sín tingsess, og Sjálvstýrisflokkurin hevði eisini mist sína umboðan í tinginum. Hesar tríggjar tingsessirnar hevði Tjóðveldi fingið afturat, og flokkurin hevði sostatt verið størsti flokkur við níggju tingsessum. Javnaðarflokkurin hevði varðveitt sínar seks tingsessir, og Miðflokkurin og Framsókn høvdu aftur fingið tveir sessir í part, var val nú. Størstu afturgongdina hevur Sambandsflokkurin. Á valinum fyri tveimum árum síðani fekk Sambandsflokkurin 24,7 prosent av atkvøðunum, og hann var eisini størsti flokkur. Var val nú, hevði Sambandsflokkurin fingið sløkt 21 prosent. Tjóðveldi hevur nógv størstu framgongdina. Á løgtingsvalinum í 2011 fekk flokkurin 18,3 prosent av atkvøðunum, men var val nú hevði hann fingið 26,7 prosent, ella 8,4 prosentstig fleiri. Javnaðarflokkurin hevur eina lítla framgongd, hálvt annað prosentstig. Framsókn og Miðflokkurin hava eina lítla afturgongd, eitt prosentstig, men Sjálvstýrisflokkurin fær bert 2,2 prosent, og røkkur tí ikki upp tinggáttina. Raksturin hjá kommununum er komin í eina støðuga legu. Triðja árið á rað høvdu kommunurnar samanlagt eitt lítið avlop, og bæði rakstur, íløgur og inntøkur vuksu hóvliga, skrivar Hagstovan, sum hevur gjørt tølini upp Síðan 2001 eru útreiðslurnar hjá kommununum vaksnar. Einstøk ár eru undantøk, serliga væl síggjast stóru útreiðslurnar í 2008 og fallið árið eftir, tá fíggjarkreppan rakti Føroyar sum ein flóðalda. Í 2008 gjørdu kommunurnar óvanliga nógvar íløgur. Árið eftir, í 2009, fullu rakstrar og íløguútreiðslurnar við 300 milliónum, ein minking upp á 16 prosent. Síðan 2010 eru útreiðslurnar hjá kommunum samanlagt vaksnar við 100 milliónir krónur At fíggjarkreppan ikki rakti kommunurnar so hart, er helst tí, at tær brúktu meginpartin av orkuni til at rinda skuld frá kreppuni í 90 árunum heilt fram til 2006. Í 2006 vóru kommunurnar undir einum at kalla skuldarfríar. Men fyri at fíggja íløgur vaks samlaða kommunala skuldin til 740 milliónir í 2009. Sjálvt um kommunurnar ikki hava rindað skuldina aftur í stórum síðan 2009, er lutfallið millum nettoskuldina og skattin tó minkað nógv Í 2009 høvdu kommunurnar sambært Hagstovuni eina nettoskuld, sum var um 55 prosent av skattainntøkunum, og í 2012 var hon minkað niður í 39 prosent. Í sendingini 25 minuttir tosar Høgni í Jákupsstovu við amerikanska sendimannin í Keypmannahavn, Rufus Gifford. Hann var settur í starv í august mánaði ár og vitjaði í Føroyum mikudagin til fríggjadagin í farnu viku. Rufus Gifford er serliga kendur fyri tvey viðurskifti. Hann er tann sum hevur savnað mest pengar saman nakrantíð, til eitt amerikanskt forsetavalstríð og so er hann samkyndur. Lagt til rættis Høgni í Jákupstovu. Og kanningar av næmingum í áttanda flokki vísa, at tað eru trífalt so nógvar gentur sum dreingir, sum hava upplivað eitthvørt, ið hevur givið teimum post traumatiska strongd. Loyvt er at skjóta haru í 50 dagar, frá 2. november til 31. desember. Nú veiðitíðin er hálvrunnin, hava 218 harutúrar verið, og skotnar eru tilsamans 3.009 harur. Tað er væl meira samanborið við í fjør, vísa tøl, sum Eyðfinn Magnussen, lívfrøðingur, hevur savnað. Kári P. Højgaard, formaður í Sjálvstýrisflokkinum, er vónsvikin av úrslitinum í nýggjastu veljarakanningini, sum vísir, at Sjálvstýrisflokkurin hevði ikki rokkið upp um tinggáttina, var val nú. Hann viðgongur, at tunnilsmálið hevur fylt nógv hjá Sjálvstýrisflokkinum, men hevði avtalan um Skálafjarðartunnilin verið undirskrivað í summar sum ætlað, hevði úrslitið verið øðrvísi, sigur hann. Kári P. Højgaard heldur eisini, at tað at hann støðugt hevur verið undir lllgruna í fjølmiðlunum í sambandi við tunnilsmálið, hevur kostað í veljarakanningini. Tað merkir, at hóast andstøðuflokkarnir sambært kanningini fáa 17 tingsessir, so eru tey, sum ikki vita, hvat tey skulu velja, so mong, at teirra atkvøða umboðar ein triðing av øllum tingsessunum, er 10 11 tingsessir. Tað kom óvart á fleiri, sum brúka bussarnar hjá Bygdaleiðun í meginøkinum, at prísurin brádliga hækkaði fyrr í hesum mánaðinum í sambandi við, at nýggj ferðaseðlaskipan var sett í bussarnar. Enn hava skipini ikki fingið nýggju skipanina, og tí er hon ikki galdandi tá ferðast skal sjóvegis. Ætlanin er, at skipanin kemur at virka fyri alt landið einaferð í 2014, sigur Joan B. Poulsen, samferðsluleiðari hjá Strandferðsluni. Føroyski landsliðsleikarin, Sonni Ragnar Nattestad, spældi allan dystin móti Brøndby í sekstanda umfari, og hann kláraði seg so mikið væl, at hann er komin á vikuliðið, sum TV3 Sport velur eftir hvørt umfar. Fyrrverandi danski landsliðsleikarin, Jesper Grønkjær, er viðmerkjari hjá TV3 Sport og hann hevur sett liðið, sum hevur Sonna Ragnar í miðverjuni. Nattestad er ein leikari, sum er komin í Superliguna úr næstbestu føroysku deildini. Hann umboðar tað sum FC Midtjylland vil. Felagið vil finna ungar leikarar, sum kunnu seljast víðari, og hesin er ein sum kann seljast, Sigur Jesper Grønkjær um Sonna Ragnar Nattestad. Vikuliðið frá sekstanda umfari í Superliguni kann síggjast her , og tað ber eisini til at hoyra viðmerkingarnar hjá Grønkjær um Sonna Ragnar. EB Streymur hevur styrkt um hópin við høgra bakkinum hjá føroyska landsliðnum, Jónasi ór Næs. Felagið skrivar á heimasíðuni, at Jónas komandi tvey árini verður knýttur at EB Streymi. Jónas ór Næs hevur seinastu árini spælt við Vali í Íslandi. Hann hevur drúgvar royndir og hevur fyrr umboðað AB, NSÍ, B36, BK Frem, Køge BK og Fremad Amager. Jónas ór Næs hevur higartil spælt 36 A landsdystir Kaj Leo Holm Johannesen vísir á, at hóast samgongan missir meirilutan, stendur 17 16 í tingmannatali, og tað er lítil munur, tá hugsað verður um politiska ófriðin, sum hevur verið seinastu mánaðirnar, sigur hann. Løgmaður sigur, at Sambandsflokkuirin er næststørsti flokkur, hóast hann hevur sitið við ábyrgd í fleiri ár, og hevur tikið ópopulerar avgerðir. Hann sigur, at samgongan hevur vent gongdini, og tá so er, plagar Tjóðveldi at hava góðan byr í veljarakanningum, og tað verður aftur staðfest hesaferð, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. Í kaffihúsinum í morgun hittust tey bæði Guðrið Poulsen, listakvinna, og Edmund W. Joensen, lærari. Tað er soleiðis, at Guðrið fegin vildi hitta sín gamla skúlafelaga, sum hon bara hevur hitt einaferð, síðani tey fóru úr skúlanum í 1978. Í dag hoyra vit 11. part av hoyrispælinum um Sigmund Brestisson. Tað er Jóannes Lamhauge, sum hevur skrivað, sigur frá og hevur lagt til rættis. Finnur Hansen hevur verið tøkningur. 20 fólk færri búðu í Sandoynni 31. august í ár, enn sama dag í fjør. Tað skrivar S andportalurin við tølum hjá Hagstovuni sum grundarlagi. Allar bygdirnar í sýsluni uttan Sandur og Skúvoy hava havt afturgongd í fólkatalinum. Størstu afturgongdina hevur Skálavík við 11 fólkum. Har búgva nú 145 fólk. Í Húsavík búðu 119 fólk í august í fjør, og nú eru tey 113, ella seks fólk færri. Í Skopun búðu 460 fólk í august í fjør, nú eru tey fimm færri, 455. Men tað gongur ikki bara aftur á hondina. Á Sandi vóru tey 522 fyri einum ári síðani, nú eru tey tvey fleiri, ella 524. Og í Skúvoy er fólkatalið óbroytt, har búgva 43 fólk, skrivar Sandportalurin. Landsbókasavnið verður seinnapartin í morgin karmur um eitt hátíðarhald, nú 100 ár eru liðin síðani Hanus Debes Joensen, landslækni var føddur. Men hvønn týdning hevði hann fyri sína samtíð og fyri okkum sum eru her í dag acute John Dalsgarð og Jóan Pauli Joensen vóru utvarpsstovuni í morgun. Veljarakanningin, sum Lóður hevur gjørt fyri Kringvarpið, vísir, at 36 prosent, sum valdu Miðflokkin seinast, høvdu valt annan flokk, og 37 prosent, sum valdu Framsókn, høvdu valt annan flokk hesaferð. Veljarar hjá Miðflokkinum høvdu valt fleiri aðrar flokkar. Kanningin vísir, at 13 prosent høvdu valt Tjóðveldi, níggju prosent Fólkaflokkin, og 15 prosent høvdu valt Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin og Framsókn. Í dag hoyra vit 12.og seinasta part av hoyrispælinum um Sigmund Brestisson. Tað er Jóannes Lamhauge, sum hevur skrivað, sigur frá og hevur lagt til rættis. Finnur Hansen hevur verið tøkningur. Mín dóttir gongur í barnagarði har tey vilja vera sukurfrí altso ongar køkur, tá tað er føðingardagur. Eg skilji tað men eg eri í neyð, tí eg dugi ikki at finna nakað leskiligt úr frukt og grønmeti. Vit gjalda eina rúgvu fyri stovnsplássið, so hví kunnu vit foreldur ikki sjálvi gera av, hvussu og hvat barnagarðurin skal borðreiða við, tá okkara barn fyllir. Olaf Berg og Helgi Dam Ziska vunnu sínar dystir, meðan John Arni Nilssen og John Rødgaard leiktu javnt. Samanlagt vunnu Føroyar dystin 3 1. Fleiri floksformenn hava longu gjørt viðmerkingar til kanningarúrslitið, og í tíðindasendingini klokkan 12.20 fara Sveinur Tróndarsson, redaksjónsleiðari á Portalinum, og Jón Brian Hvidtfeldt, tíðindaleiðari í Miðlahúsinum, at umrøða kanningina. Veljarakanningin vísir, at samgongan hevði mist meirilutan, var val nú, og Tjóðveldi hevði verið størsti flokkur við níggjum tingsessum. Veljarakanningin, ið Lóður hevur gjørt fyri Kringvarpið, gevur andstøðuflokkunum Tjóðveldi, Javnaðarflokkinum og Framsókn meiriluta í Løgtinginum. Men fyri tað er ikki vist, at teir fara saman í samgongu, um eitt løgtingsval skuldi givið sama úrslit sum kanningin. Tí í Føroyum eru vit ikki von við blokkpolitikk og maktskifti, har samgonguflokkarnir fara í andstøðu, um andstøðuflokkarnir vinna valið og fáa meiriluta at skipa landsstýri. Ofta er ein flokkur við, sum hevur sitið í samgongu frammanundan ella tveir, sum so fara saman við einum ella tveimum andstøðuflokkum og skipa nýggjan meiriluta. Ikki tí, Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Framsókn hava verið samdir um nøkur mál, nú teir hava sitið í andstøðu, og teir samstarvaðu eisini ta tíðina, makrelsamgongan sat. Men spurningurin er, um hesir tríggir flokkarnir við úrslitinum frá veljarakanningini eru til reiðar at fara til veljaram og saman bjóða seg fram sum eitt alternativ til sitandi samgongu. Tað verður ein av spurningunum, teir tríggjar flokksformenninir, Høgni Hoydal í Tjóðveldi, Aksel V. Johannesen í Javnaðarflokkinum og Poul Michelsen í Framsókn fáa í kjakinum eftir Dag og Viku í kvøld. Bogi Godtfred er vertur. Annar avgusturin, sum strandaði og doyði í Sundalagnum, er nú komin upp á turt á planinum á hvalastøðini við Áir. Hann skal skerast upp, tí beinagrindin skal varðveitast. Vit tosaðu við Bjarna Mikkelsen, lívfrøðing á Náttúrugripasavninum, meðan arbeitt varð við at fáa avgustin upp á planin á hvalastøðini. Eingin skaði var, tá ein stórur steinur rullaði oman á vegin í Kaldbaksbotni um eitt tíðina í dag. Vanliga er nógv ferðsla á hesum vegateininum. Løgreglan varð boðsend, og leiddi ferðsluna fram við steininum, sum vigaði eini tvey tons. Hann var meiri enn ein metur til longdar og 70 centrimetrar til hæddar. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, ásannar, at hann fyrrapartin fór út um mark í samrøðu við Kringvarpið, tá hann gjørdi viðmerkingar til nýggjastu veljarakanningina. Í samrøðuni metti løgmaður um politisku sannføringina hjá tíðindaleiðaranum í Kringvarpinum, Liljuni Weihe. Eg bleiv nakað heitur í samrøðuni, og segði meira enn gott er. Seinastu mánaðirnar havi eg stútt og støðugt staðið fyri skotum í fjølmiðlunum. Tað hevur verið eitt stórt trýst á mínum herðum. Fjølmiðlarnir hava ein stóran leiklut í okkara fólkaræði, og tí skal eg sum landsins leiðari tola atfinningar uttan mun til, um tær eru rættar ella ikki, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, í tíðindaskrivi fyri løtuni síðani. Hevði løgtingsval verið nú, høvdu teir tríggir andstøðuflokkarnir, Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Framsókn, fingið 51 prosent av atkvøðunum, og samgonguflokkarnir høvdu fingið 47 prosent. Sjalvstýrisflokkurin, sum fór úr samgonguni í summar, hevði fingið tvey prosent. Á løgtingsvalinum í 2011 fingu flokkarnir, sum nú eru í samgongu, og Sjálvstýrisflokkurin tilsamans 58 prosent, og andstøðuflokkarnir fingu 42 prosent. Tað, sum vekir ans í kanningini, er, at ein triðingur av teimum spurdu, veit ikki, hvar tey skuldu sett krossin, hevði val verið nú. Av teimum eru 38,2 prosent kvinnur og 25,3 prosent menn. Størsti bólkurin, sum ikki veit, hvat hann skal velja, eru tey, sum eru yngri enn 19 ár. 33,1 prosent eru í aldursbólkinum 19 29 ár, og triði størsti bólkurin eru tey, sum eru 50 59 ár. Sambandsflokkurin var størsti flokkur á løgtingsvalinum í 2011 við 24,7 prosentum, men síðani hevur gingið aftur á hondina í øllum kanningum. Nýggjasta kanningin vísir, at Sambandsflokkurin hevði fingið 20,7 prosent. Hjá Tjóðveldi hevur gongdin verið beint øvut. Tjóðveldi fekk 18,3 prosent av atkvøðunum á løgtingsvalinum, men síðani hevur gingið støðugt framá, og nýggjasta veljarakanningin gevur Tjóðveldi 26,7 prosent av atkvøðunum. Vit hitta Martin Fjallstein, sum herfyri lat úr hondum fimta bind um Leirvíkar bygdarsøgu Kinnu Poulsen, sum hevur sett upp fimtu myndaódnina í Steinprenti, eins og Bárður Jákupsson, sum hevur fingið serligt heiðurspláss á framsýningini. Eisini hitta vit Elin Josefinu Smith, sum hevur sýnt fram í Smiðjuni í Lítluvík, og Kára Svensson, ið skal hava framsýning í Stephanssons Húsi. Og vit tosa við Steintór Rasmussen, nú nýggi Trøllapætur filmurin Dýr er barnaverð verður frumsýndur fríggjadagin, eins og Jastrid á Dalbø sigur okkum um mentanartiltak í Ribarhúsi í Fuglafirði. Monika Stauss Joensen er fødd og uppvaksin í Sveis, men flutti til Føroyar fyri tredivu árum síðani. Í sendingini greiðir Monika millum annað frá síni bakgrund, sínum uppvøkstri í Sveis, og frá tíðina tá hon vitjaði í Føroyum á fyrsta sinni og møtti núverandi manni sínum. Eisini verður práta nógv um nýggju bókini, Edelweiss og sólarkaffi, og um tónleikaligu bakgrundina og virksemi hjá Moniku. Liljan Weihe sett í fast starv í Kringvarpi Føroya. Liljan Weihe, sum hevur røkt tíðaravmarkaða starvið á Aktuelt deildini í Kringvarpi Føroya, er nú sett í varandi starv. Umframt starvsroyndir sum tíðindaleiðari leiðari á Aktuelt deildini í Kringvarpi Føroya, hevur Liljan arbeitt sum miðlafólk hjá Norðuratlantsbólkinum á Fólkatingi. Hon arbeiddi eitt stutt skifti á Dimmalætting, og hon hevur eisini royndir frá almennu umsitingini í Føroyum. Fimm umsøkjarar vóru til starvið sum leiðari á Aktuelt deildini í Kringvarpi Føroya. Hvalastøðin við Áir er 100 ára gomul, og hon hevur verið óvirkin í skjótt 30 ár. Men í dag var lív á planinum. Annar avgusturin, sum strandaði og doyði í Sundalagnum, varð í dag drigin niðan á planin á hvalastøðini við Áir. Men alt var ikki til vildar. Í gjár skuldi løgmaður svara í løgtinginum, men spyrjarin, Kristina Háfoss, helt ikki, løgmaður svaraði øllum spurningunum, hon setti. Løgmaður vildi ikki svara, um hann hevði givið munnligt samtykki til, at ein endurgjaldsavtala bleiv gjørd við CIP. Hann vildi heldur ikki svara, nær hann fekk at vita, um lemjandi atfinningarnar úr Innlendismálaráðnum av uppskotinum um Skálafjarðartunnilin. lægri el og oljuprísir v.m. saman við lægri almennum vøruavgjøldum og mvg, verið lækkaður, so hevði myndin verið øðrvísi og húsarhaldsvørurnar bíligari. Tað siga umboð fyri Vinnuhúsið, FK handlarnar, P.E. Kolonial og SMS, sum Vinnunevndin hevur tosað við, tá uppskotið um at gera eina kanning av prísstignum varð til umrøðu í nevndini. Umboðini fyri handlarnar førdu fram, at kostnaðarstigið í Føroyum er høgt, men at úrslitið hjá teimum er lágt samanborið við umsetningin, og kemur hetta av, at umstøðurnar kring vinnuna ikki eru nøktandi. Meirilutin í Vinnunevndini heldur ONGA meining vera í at gera slíka kanning, tí tað, sum er neyðugt at gera, er, at landsstýrismaðurin SAMAN VIÐ vinnuni virkar fyri at fremja neyðugar broytingar, sum fara at hava við sær lægri kostnað og økta kapping. Tað fer at hava við sær, at kostnaðarstigið í Føroyum lækkar. Nevndin hevur fingið upplýst, at samgongan fer at arbeiða fyri tí. Mælt verður samstundis til, at Kappingareftirlitið verður styrkt, so tað fær hert sítt eftirlit, serliga har monopol, duopol ella fáir veitarar gera seg galdandi. Tað vóru Rigmor Dam og Bjørt Samuelsen sum løgdu uppskotið fram, og tí taka andstøðuumboðini í Vinnunevndini undir at kanna prísstigið 80 prosent av íslendingum vilja hava fólkaatkvøðu um ES limaskap, og 42 prosent av eru fyri, at Ísland gerst limur í Evropasamveldinum. Tað vísir nýggj kanning, sum Capacent Gallup hevur gjørt, og sum er almannakunngjørd í íslendska Fr ttablaðnum. Úrslitið vísir, at 10 prosent fleiri eru fyri ES limaskapi, síðani seinasta meiningakanning varð gjørd fyri seks mánaðum síðani. Í mai mánaði vísti kanning, at 68 prosent av íslendingum vóru ímóti ES limaskapi. Tey eru nú vorðin færri 58 prosent eru ímóti. 80 prosent av teimum spurdu vilja hava fólkaatkvøðu um, hvørt Ísland skal fara undir endaligu samráðingarnar við ES um limaskap. Eitt av fystu málunum hjá nýggju íslendsku stjórnini, sum tók við í mai, var at steðga samráðingunum við ES um limaskap. Tað mælir Henrik Old, løgtingsmaður, til í einum uppskoti, um at broyta lógina um lestrarstuðul. Økti lestrarstuðulin skal vera galdandi fyri tey, sum eru undir útbúgving á miðnámi og hægri útbúgvingum í Føroyum. At eiga børn ger tað truplari at fáa lønandi arbeiði í frítíðini. Tí fer broytingin at hava við sær, at ung, sum eiga børn og ivast í at fara undir útbúgving, ikki setast aftur. Henrik Old hevur fingið at vita frá Studna, at av teimum sum lesa á miðnámi, eiga 110 eitt barn, og 68 fleiri enn eitt barn. Tá talan er um hægri útbúgvingar, eiga 168 eitt barn, og 270 fleiri enn eitt barn. Tí eiga tey lesandi við barni ella børnum at fáa hægra stuðulin í 12 mánaðir, sigur Henrik Old. Sjóvar kommuna hevur samtykt at byggja sambýli og at byggja íbúðir tætt upp at sambýlinum, soleiðis at bæði ung og gomul kunnu búgva saman. Tað skrivar heimasíðan hjá kommununi. Økið, sum byggjast skal á, er oman fyri skúlan á Strondum nevnt Dávagerði. Sjóvar kommuna væntar, at tað fer at kosta 10 miljónir krónur at byggja sambýlið. Íbúðirnar verða somuleiðis bygdar í Dávagerði. Talan verður um tvær støddir av íbúðum, og summar íbúðir fara at hava beinleiðis tilknýti til sambýlið, soleiðis at tey, sum búgva í íbúðunum, kunnu fáa tænastur og umsorgan frá starvsfólki í sambýlinum. Nettoskuldin hjá kommununi er umleið 17 milliónirkrónur, og við eini álíkning upp á umleið 26 milliónirkrónur er nakað upp til skuldarhámarkið. Fyri at fíggja verkætlanina fer kommunan at hækka skattaprosentið við einum prosenti í trý ár fram til 2016. Tað fer at geva 1,1 miljón krónur í meirinntøku um árið, og kommunan fer sostatt ikki upp um nettoskuldahámarkið, ið er ein álíkning. Skattaprosentið er 23 prosent. Sjónvarpsbrotið við deyða avgustinum, ið brestur á planinum á hvlastøðini við Aír, tá Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur hjá Náttúrgripasavninum setur hol á, fer sum eldur kring heimin. Upptøkan, sum Kringvarpið Føroya gjørdi við Áir í gjár, er sædd av fleiri túsund fólkum. Brotið setti met á heimasíðuni hjá Kringvarpinum. Í gjárkvøldið høvdu meira 100.000 verið á heimasíðuni hjá Kringvarpinum og sæð sjónvarpsbrotið um avgustin, sum brast. Eisini í útlondum er sjónvarpsbrotið komið víða. Á heimasíðuni hava meira enn 206.000 fólk sæð brotið, og tað er deilt víðari meira enn 110.000 ferðir. Tað dregur út við at seta nýggjan kommunulækna í Sandoyar læknadømi. Hóast umsóknarfreistin til starvið var úti 25. september, og bert ein skikkaður umsøkjari var til starvið, er tað framvegis ikki sett enn, skrivar Sandportal.fo. Vit eru framvegis í eini setanartilgongd, sigur John Dalsenni Olsen, fulltrúi í Heilsutrygd, sum nú umsitur kommunulæknaskipanina. Tað gingu meira enn tríggjar vikur, áðrenn tey høvdu fyrstu samrøðuna við umsøkjaran, og nú fimm vikur seinni eru framvegis nøkur viðurskifti eftir at fáa loyst, áðrenn málið kann verða avgreitt. Drúgv tilgongd Tilgongdin hevur verið dekan ov drúgv, men eg vænti, at tilmæli verður latið landsstýrismanninum innan rímiliga tíð, sigur John Dalsenni Olsen. Sambært lýsingini skal nýggi kommunulæknin taka við starvinum á nýggjárinum. Umframt Sandoynna fevnir læknadømið eisini um Skúvoy og Dímun. Saman við hesum starvinum vórðu seks onnur kommunulæknastørv lýst leys í Vestmanna, á Eiði, Skála, í Runavík, Fuglafirði og Norðoyggjum, men ongin umsøkjari var til hesi størvini. Føroya Landsstýsi hevur stuðlað skúlabyggingini í Kenya við 400.000 krónum, treyta av at hjálparfelagsskapurin NLAI, kann skaffa somu upphædd. Tann upphæddin er komin, siga Leif og Susanne Madsen, leiðarar í NLAI. Til stuðulskonsertina í kvøld, luttaka Kristina Bærendsen, Evi Tausen, Halleluja Sofus, Tóra við keldu, Tær 4 , Beinir og Janus Mortensen. Danska stjórnin hevur gjørt avtalu við Vinstra og Konservativa flokkin um fíggjarlógina fyri næsta ár. Samstundis fór stjórnin út um sín parlamentariska meiriluta, tí Eindarlistin er stuðulsflokkur hjá stjórnini. Bjarne Corydon, fíggjarmálaráðharri, sum stóð á odda fyri samráðingunum, er væl nøgdur, og sigur, at talan er um breiða semju. Formaðurin í Vinstra, Lars Løkke Rasmussen, sigur seg vera væl nøgdan við semjuna, tí hon hevur við sær skatta og avgjaldslækkingar fyri 2,2 milliardir krónur Og tað fær skjótari gongd á aftur búskapin. Framsøgukvinnan hjá Eindarlistanum, Johanne Schmidt Nielsen sigur, at flokkurin er vónsvikin av, at stjórnin gjørdi semju við andstøðuna um fíggjarlógina, tí Eindarlistin var fúsur at slaka nógv, fyri at fáa eina avtalu. Hon leggur kortini dent á, at Eindarlistin fer ikki at leggja nakað misálitisuppskot fyri fólkatingið, so stjórnin fellur. Vit hava eina minnilutastjórn í Danmark, sum ger av, um hon vil samstarva við okkum, ella við høgraveingin, sigur Johanne Schmidt Nielsen. Fer andstøðan saman til valið næstu ferð, so er eitt greitt politiskt alternativ til verandi samgongu. Orsøkin til, at so mong ivast, hvar tey skulu seta krossin, er, at tú veit ikki, hvat tú fær fyri atkvøðuna. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sigur, at enn er ikki semja um javnvágina í sáttmálanum, er hvussu nógva uppsjóvarfisk vit skulu lata fyri at fáa tosk í Barentshavinum. Landsstýrismaðurin sigur, at ymisk viðurskifti millum Føroyar og Russland verða umrødd í samráðingunum, men hann fæst ikki at siga, um støðan hjá Varðanum Pelagic, sum ikki sleppur av við sína vøru á russiska marknaðinum, eisini er partur av samráðingunum. Russiska blokadan av vørum frá Varðanum Pelagic er ikki spurningur um góðsku á vøruni. Tað er stórpolitikkur, ið einki hevur við fiskavørur at gera. Tað sigur lettiskur búskaparfrøðingur, sum nýliga er flutt til Føroyar. Trupulleikin er, at viðurskiftini millum Ukreina og ES eru vorðin ov tøtt, og tað roynir Russland at arbeiða ímóti av øllum alvi. Suðringar er ónøgdir og ótryggir við samferðsluviðurskiftini, tí Smyril oftari og oftari verður noyddur at avlýsa fyri veður, tí skipið siglir við avmarkaði motormegi. Í gjárkvøldið fór Smyril suðuraftur, tí vindurin forðaði skipinum at fara inn um Molan í Havn. Tó vórðu nøkur av ferðafólkunum flutt í land í Havn í báti. John William Joensen, formaður í Norðoya Sambandsfelag, sigur, at tað er ikki ókent, at løgmenn hava verið undir trýsti av málum, sum hava verið nógv umrødd í miðlunum. Men munurin hesaferð er, hvussu tigandi stuðlar løgmans í hesum førinum landsstýrisfólk og tingfólk hjá Sambandsflokkinum hava verið. Herferðin hjá TAKS móti fyritøkum, sum skylda MVG, hevur fingið meiri pening í landskassan, men vantandi møguleikar at draga meirvirðisgjald frá í viðlíkahaldsarbeiði elvir til meiri svart arbeiði. Stjórin í Taks, stjórin í Vinnuhúsinum og handverksmeistari kjakast. Landsstýrisfólk, kommunustýrislimir og embætisfólk hava eina víðgongda skyldu at skriva upp frá fundum og telefonsamrøðum. Bæði fyri borgaran og teirra egnu skyld, sigur Jógvan Elias Winther Poulsen, advokatur. Heitt kjak hevur í seinastuni verið um stavraðið. Hví øsa vit okkum so nógv upp um málið Jonhard Mikkelsen, námslektari í føroyskum á námsvísindadeildini, Eyðun Andreassen, professari í skaldskapi av mannamunni, og Randi Meitil, studentaskúlalærari í føroyskum og sponskum, kjakast um málið. Fóðurframleiðslan í Fuglafirði veksur, tað sama ger útflutningurin, og tí hevur Havsbrún brúk fyri at byggja eina fóðurgoymslu aftrat teimum báðum, sum eru har frammanundan. Herfyri samtykti býráðið at geva Havsbrún byggiloyvi og at gera økið byggibúgvið, sum fóðurgoymslan skal byggjast á. Arbeiðið verður metta at kosta 15 milliónir krónur, millum annað tí at bryggjukantur skal gerast frammanfyri, so skip fáa lagt at. Kommunan fíggjar íløguna við fimm milliónum krónum í ár og fimm milliónum næsta ár. Haraftrat verður avtala gjørd við Havsbrún og Bergfrost um í fyrstu syftu at fíggja tær fimm milliónirnar, ið eftir eru. Neyðugt er at gera hesa íløguna, tí nøgdin av fóðuri, ið verður útflutt, er nógv vaksin, sigur Sonni á Horni, borgarstjóri í Fuglafirði. Í 2001 vóru 20.000 tons útflutt, og nú er árligi útflutningurin komin uppá 100.000 tons. Í dag hoyra vit 2. part av søguni Skrímslið lítla systir mín. Fríggjadagin 22.november kom barnabókin út, her er ein spennandi søga við flottum myndum og í bókini er ein fløga. Á fløguni er søgan og tríggir barnasangir. Bókin byggir á skuggaleikin við sama heitið. Leikurin er eitt samstarv ímillum íslendsku Helgu Arnalds, donsku Charlotte Bøving og Eivør Pálsdóttir. Helga skrivaði leikin, Charlotte leikstjórnaði, meðan Eivør skrivaði tónleikin og sangirnar. Páll Isholm hevur týtt til føroyskt, og Bjørk Bjarkadóttir hevur teknað myndirnar. Bókin snýr seg um Bjart, ið fær eina lítla systur, og skilur ikki, at vaksin fólk kunnu blendast so av hesum. Bjartur heldur, at lítlasystir er eitt Skrímsl. Seinasta vikuskifti vóru bókadagar í Norðurlandahúsinum, og tá var leikurin framførdur á ein stuttligan og serstakan hátt, tað vóru Helga og Eivør sum framførdu, eisini var konsert við Eivør, har hon framførdi skrímsla sangirnar. Og umframt bar eisini til at tekna skrímsl saman við Bjørk, ið gjørdi tekningarnar. Nógv børn vóru til hesi tiltøkini, og tey sóu út til at hava tað ómetaliga stuttligt og spennandi. Eisini hitta vit 10 ára gomlu Gunnvu úr Fuglafirði. sum sigur sína hugsan um leikin Skrímslið lítla systir mín. Lógin, sum skal geva landsstýrismanninum í fiskivinnumálum heilmild at bjóða privatum at byggja og reka eitt nýtt havrannsóknarskip, verður løgd fyri løgtingiðtíðliga næsta ár. Tað segði Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, í løgtinginum í gjár, tá hann svaraði munnligum fyrispurningi frá Gunvør Balle, tingkvinnu. Conrad Gaard Joensen, rakstrarleiðari hjá Strandferðsluni, lovar, at stovnurin skal vera betur fyrireikaður næstu ferð, tá umstøðurnar forða Smyrli at leggja at í Havn. Tað upplýsti Jacob Vestergaard, lanndsstýrismaður, tá hann svaraði munnligum fyrispurningi frá Edvu Jacobsen, tingkvinnu, í gjár. Tað merkir, at trolarar og línuskip aftur sleppa at fiska kvotuna. Kvotan næsta ár verður 3.246 tons, sum eru 100 tons fleiri enn í ár. Kendi danski myndamaðurin Per Folkver fór í summar ein túr við Ennibergi og var burtur í seks vikur. Burturúr hesum túrinum er komin ein bók við 160 myndum og ein filmur, sum í brotum verður lagdur út á heimasíðuna hjá Politiken, har Per Folkver arbeiðir. Jóannes Gaard fekk seinasta leygarkvøld ein hemara, sum vigar 181 og eitt hálvt kilo. Hann fekk hemaran við tráðu eystanfyri Nólsoynna. Nakað av hemaranum hongur nú í lykkjum í hjallinum hjá Jóannesi á Argjum, og har vóru vit í morgun. Hvast orðaskifti var í tinginum í gjár, tá Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, svaraði einum munnligum fyrispurningi frá Kristinu Háfoss, tingkvinnu, um blokkstuðulin. Jørgen Niclasen segði, at tað er einki óvanligt at gera trý avtalu, tí tað var eisini gjørt undir fullveldissamgonguni, tá Tjóðveldi átti landsstýrismannin í fíggjarmálum. Sirið Stenberg, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, vil nú hava vita frá Johan Dahl, landsstýrismanni, um hann fer at virka fyri, at Smyril hevur alternativa havn at fara í, tá tað ikki ber til at leggja at í Havn. Sirið Stenberg sigur, at støðan á suðuroyarleiðini er ótolandi í løtuni. Óvissan, avlýsingar og seinkingar eru sera stórur bági fyri fólk og vinnuna. Tað kann taka drúgva tíð at bíða, til Smyril er umvældur, og tí er tørvur á eini bráðfeingis loysn á alternativari havn til skipið í stundini, sigur Sirið Stenberg í viðmerkingunum til fyrispurningin. Føroyskar kvinnur kunnu í miðal vænta at liva í 84,6 ár, og tað er hægsti livialdur í Norðurlondum, vísa nýggjastu tølini úr norðurlendsku hagtalsárbókini 2013. Næstar føroysku kvinnunum eru kvinnurnar í Álandi, sum eisini kunnu vænta at gerast í miðal eldri enn 84 ár, tó tey tølini eru frá 2010. Menninir í Føroyum kunnu í miðal vænta at gerast 79,6 ára gamlir, men álendskir, íslendskir og svenskir menn kunnu vænta at liva longur. Síðani 1990 er væntaði livaldurin hjá monnum í Føroyum hækkaður 6,5 ár og hjá kvinnum 4,3 ár. Evropeiski mannarættindadómstólurin í Strasbourg hevur boðað frá, at dómurin í málinum, har íslendska Altingið hevur stevnt fyrrverandi íslendska forsætisráðharranum, Geir Haarde, verður nú tikin til viðgerðar. Geir Haarde varð dømdur sekur í einari av fýra ákærum, sum íslendska altingið hevði reist móti honum í Hægstarætti í Íslandi. Ákærurnar snúði seg um, at hann ikki hevði hildið skyldur sínar sum forsætisráðharri, sambært íslendsku grundlógini. Íslendska stjórnin skal innan 6. mars næsta ár hava sent dómstólinum viðmerkingar um málið, skrivar heimasíðan hjá íslendska Morgunblaðnum, mbl.is. Løgreglan vil frætta fólki, sum hava eygleitt gerningsstaðið, Marknalíð 3 í Havn, har ein 61 ára gamal maður doyði, tá hann varð stungin í bringuna fyri eini viku síðani. í gjárkvøldið steðgaði løgreglan øllum bilum, sum koyrdu eftir Svalbardsvegnum og Marknagilsvegnum frá klokkan 20 til 23 sama tíðarbil, sum maðurin varð stungin mikukvøldið 20. november. Løgreglan vildi hava at vita frá bilførarunum, um teir eisini henda dagin fyri viku síðani koyrdu fram við staðnum, har hendingin var. Ein 68 ára gamal maður er varðhaldsfongslaður í málinum. Hann er fyrstu syftu skuldsettur fyri mannadráp og í øðrum lagi fyri harðskap, sum hevði við sær, at tann 61 ára gamli doyði. Nýggja Kærleikskúlan eitt listarligt jólaprýði Nýggja Kærleikskúlan varð avdúkað í dag. Edward Fuglø hevur sniðgivið og signerað nýggju, føroysku Kærleikskúluna, sum hann hevur givið heitið quot Men størstur er Kærleikin quot . Hetta er fimta árið á rað, at Dugni gevur út Kærleikskúluna. Nýggju Kærleikskúluna avdúkaði Dugni á hugnaligari hátíðarløtu í Listasavninum í morgun saman við Listasavni Føroya. Kærleikskúlan er heilt serstøk. Hon er framleidd í avmarkaðari nøgd og verður bert seld í eitt avmarkað tíðarskeið. Hon er munnblást, og tí eru allar ymiskar. Edward Fulgø sigur soleiðis um nýggju Kærleikskúluna TRÚGV VÓN KÆRLEIKI Men størstur er kærleikin í honum býr alt, eisini trúgvin og vónin. Hann tolir alt. Fevnir øllum. Eggið er ein kærleikans frukt. Aftur og aftur klekjast kærleikssvong stjørnubørn, og aftur og aftur virka tey, og siga orð í kærleikans navni. Orð sum quot Eg elski teg quot Flennandi og grátandi, ørt og tølandi, eymliga og við virðing. Vit skriva, syngja og mála tey. Eisini listin er kærleiki Veingjasuð og einglaskarar, basúnir og trompetir. Mjúkir fevnandi einglaveingir, ið leiða teg at stillum vøtnum. Allur hesin kærleikin, ið skolar ígjøgnum alt. Tú skelvur, um bert eittans lítil fjøður úr Amor 39 s veingjum, blídliga nemur teg. Edward Fuglø, 2013 Fyrstu tvey eintøkini av Kærleikskúluni 2013 vórðu handað Brennistøðini á Hjalla og IRF. Við hesum heiðrinum vil stýrið fyri Dugna takka fyritøkunum fyri, at tær ganga undan og hugsa um rúmliga arbeiðsmarknaðin. Heldur enn at brenna alt, sum fólk lata frá sær, síggja Brennistøðin og IRF møguleikar í at gera endurnýtslu til eitt alment gagnligt virksemi. Rúmligheitin og góði samstarvsviljin hjá hesum báðum fyritøkunum er grundarlagið fyri, at deildirnar hjá Dugna á Hjalla og á Kambsdali í dag kunnu bjóða 30 fólkum, ið fáa fyritíðarpensjón, starv. Løgtingið hevur endaliga samtykt eykajáttanina at keypa skip, sum skal avloysa Sildberan á skúvoyarleiðini. Landsstýrið bað um tríggjar milliónir krónur í ár at keypa skipið, sýna botnin og at taka tað heim til Føroya. Peningurin verður tikin av játtanini til nýtt nólsoyarskip. Á fíggjarlógini næsta ár verður biðið um at fáa hálva fjórðu millión krónur at umbyggja og uppstiga skipið, so tað lýkur øll klassakrøv. M.a. skal skipið hava nýggjan motor og nýggjan krana, og tað skal eisini sandblásast. At keypa og uppstiga skipið fer sostatt at kosta hálva sjeyndu millión krónur. Gongst sum ætlað verður ferjan sett í sigling í vár. Í næstu viku fer fíggjarnevndin at skriva álitið til fíggjarlógina fyri 2014. Bárður Nielsen, formaður í fíggjarnevndini, roknar við, at álitið er klárt at leggja fyri løgtingið um hálvan desember. Fyribils arbeiða vit saman, men um tað verður ein samd nevnd, sum leggur álitið fram, ber ikki til at siga enn, sigur Bárður Nielsen. Í løtuni bíðar nevndin eftir, at Fíggjarmálaráðið skal koma við broytingaruppskotum, sum skulu dagføra fíggjarlógaruppskotið, Tað er bygt á nýggjastu metingarnar. Í næstu viku verða tær nýggjastu inntøkumetingarnar fyri landskassan latnar nevndini, og so er klárt at fara undir at skriva álitið frá fíggjarnevndini, sigur Bárður Nielsen, fíggjarnevndarformaður. Tvøroyrar kommuna hevur einmælt samtykt at taka yvir verkætlanin um djúphavn frá einum privatum felag. Djúphavnin verður mett at kosta 36 milliónir krónur, og kommunan tekur við byggisáttmálanum millum P.f. Avskiparhavninan og byggifelagið Articon. Tvøroyrar kommuna hevur fingið loyvi at fara upp eina álíkning í skuld, nú hon skal gera djúphavnina. Atløgubryggjan verður 241 metrar long og 11 metrar djúp. Víðari skrivar hon, at hon onki álit hevur á honum tá hann drekkur, at hann flirtrar við hennara vinkonu, og at hann vil deila hana við aðrar menn. Kvinnan hevur ongan spurning til serfrøðingin. Tó so fær hon eitt svar, umframt eina rúgvu av viðmerkingum til sítt bræv á facebook síðuni hjá Kyn og kenslum. Tað er Turið Horn, parráðgevi og psykoterapeutur, sum svarar brøvinum á hesum sinni. Ein kvinna í 50 unum spyr hvussu hon skal gera, fyri at fáa gamla parlagið til mannin aftur. Eftir at hon hevði krabbamein, er alt broytt, og hetta ger hana kedda og til tíðir tunglynta. Hon elskar mann sín, og vil koma honum nær aftur. Ein kvinna í parlagi við manni hevur seinastu tvey árini hugt meira og meira at kvinnum á netinum. Hon spyr um hetta er normalt Og so er tað eitt par, sum vil vita um tey bara skulu loypa í tað, og hava sex við øðrum altso ein sokallaðan trýkant . Hoyr Turið sa svar her, og les svarini hjá øðrum lurtarum á okkara facebook síðu Kynogkenslur. Eina deyðssyndin er oyðsl. Sum fleiri av teimum 7 deyðssyndunum, so hevur henda eisini annan týdning í dag. Tað verður sagt at tú hevur ikki fyri neyðini at eiga, men leiga. Alt er givið okkum til láns, alt er gáva, vit eiga onki men alt skulu vit geva víðari til komandi ætttarlið. Tí áliggur okkum ein skylda at fara væl um skaparverkið við øllum tess margfeldni. Tá eg royni at hjálpa pápa mínum við persónligum reinføri, vil hann ikki vita av mær. Soleiðis skrivar ein hørm kvinna um pápa sín, sum liggur óhjálpin heima. Leif Láadal, Katrin Kallsberg og Bergur Debes Joensen siga øll, at hon má virða pápa sín og so heldur halda fram við at trýsta á hjá tí almenna fyri at fáa hann á eitt heim. Tveir aðrir spurningar eru í Also hesaferð, og teir eru Eg var ótrúgvur fyri sjey árum síðani, men konan hevur framvegis ikki gloymt tað, hvat geri eg Og hvussu sigi eg á ein siðiligan hátt við vinfólk hjá børnunum hjá mær, at tey mugu vera meira heima hjá sær sjálvum og ikki kunnu flyta inn til okkara at búgva Tá rundar ISON halastjørnan sólina, og verður slongd út aftur í sólskipanina. Um halastjørnan ikki bræðist í hitanum so nær sólini, kunnu vit rokna við at sleppa at síggja eina vakra sjón á himmalhválvinum. Stjørnufrøðingar kalla ISON halastjørnuna fyri aldrinnar halastjørna. Vit hava tosað við Pól Jespersen um fyribrigdið. Hann hevur skrivað nógv róstu lærubókina Rúmdin. Nú kann Kringvarpið taka fyrsta stigið at bjarga bandasavninum. Løgtingið hevur í dag endaliga samtykt at játta 800.000 krónur at talgilda bandasavnið. Játtanin skal nýtast at keypa tól, sum skal talgilda bondini í útvarpssavninum. Kostnaðurin fyri upptøkutólið liggur um 500.000 krónur Harafturat skulu verandi tól hjá Kringvarpinum uppstigast og umvælast fyri 200.000 krónur Eisini verður neyðugt at útvega forrit og skannarar at skanna skjøl, sum tey fyrstu tíðindini eru skrivað á, fyri einar 100.000 krónur Mentamálaráðið sigur, at tá verkætlanin er farin at virka, verður støða tikin til, hvussu sjónvarpsbondini eisini verða talgild og varðveitt á tryggan hátt. Frá 1. desember til 30. apríl verður ikki loyvt at koyra við summardekkum, um hálka er, uttan so at ketur eisini eru á hjólunum. Samstundis verður í hesum tíðarskeiði víðkað um undantakið at brúka vetrardekk ella píkadekk. Sostatt kunnu bilførarar koyra við summardekkum vetrarmánaðirnar, men tá hálka er, verður ikki loyvt at nýta summardekk. Við hesum koma Føroyar upp í bólkin av norðurlondum, ið hava ásetta skyldu at nýta í minsta lagi vetrardekk í tíðarskeiðnum, tá hálka kemur fyri. Danmark hevur ikki hesa skyldu. Kunngerðin hevur verið til hoyringar hjá Landsverki, Vinnuhúsinum, Kommunufelagnum, Kommunusamskipanini, Ferðslutrygd, Fútanum, Koyrilærarafelagnum og báðum tryggingarfeløgunum, og øll taka undir við broytingini, sigur Vinnumálaráðið. Løgmaður hevur ikki hildið sína notatskyldu í málinum um Skálafjarðatunnilin, tí hann er svikin av síni egnu umsiting. Umsitingin hevur skyldu at greiða løgmanni frá notatskylduni. Í sambandi við málið um Skálafjarðatunnilin var Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, á tveimum fundum við umboð fyri danska íløgufelagið CIP, ið var áhugað at byggja, eiga og reka Skálafjarðatunnilin, men einki notat er skrivað. Havnin á Sundi kann ikki nýtast, um Smyril ikki sleppur at bryggju Havn. Smyril royndi havnina á Sundi í morgun, men molin á Sundi er alt ov stuttur til, at skipið kann liggja trygt í illveðri, sigur skiparin á Smyrli, Niels Harald Michelsen. Bryggjan á Sundi er 65 metrar long, meðan Smyril er 134 metrar langur. Ymsar veðurforsagnir Aðrar havnir verða umrøddar, og tær eru eisini við í metingunum. Men ymsar veðurforsagnir gera, at tað er sera torført at avgera, hvussu farast skal fram, sigur skiparin á Smyrli. Niels Harald Michelsen vísir á, at av tí at veðurforsøgnin er ymisk og sera vánalig í nátt og fyrrapartin, boðaði Strandferðslan í dag frá, at fólk, sum skulu vera norðanfjørðs í morgin, áttu at fara við Smyrli seinnapartin í dag. Tað er vónleyst at tryggja fólki, at siglt verður, sigur Niels Harald Michelsen, skipari á Smyrli. Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum. Uppgongutíðir eru í Føroyum hesi árini, og tað merkist allastaðni. Gongd er nú eisini komin á plátu og bandútgávurnar. Árini 1984 85 koma um hálvthundrað plátur og bond út í Føroyum. Útgávan Vónir frá 1983, sum ungi runavíkingurin Óli Poulsen er upphavsmaður til, verður mett sum eitt slóðbrótandi verk. Fleiri nýggj nøvn koma á fyrsta sinni undan kavi, eitt nú Ingun Simonsen, Devon, Science Fiction, Fróði og Deiggj, Teinar, Zenith og Símun úr Konoy. Tey gera sítt egna, og sungið verður mestsum bara á føroyskum. Føroyingar fáa hesar bólkar heilt inn í stovuna, tí Sjónvarp Føroya, sum stovnað verður í 1984, fylgir longu frá fyrsta degi væl við øllum tí, sum rørist á tónleikapallinum. Og nógv hendir. Farið verður í 1984 undir kappingina um ársins songrødd í Føroyum, og diskotekseigararnir Martin Mouritsen og Páll Arge fáa fleiri útlendskar bólkar higar at spæla í stóru ítróttarhøllunum, sum verða bygdar hesi árini um alt landið. Av vitjandi bólkum kunnu nevnast Sweet og svensku grand prix vinnararnir Herreys. Og diskotekini eru á tremur við ungfólki hvørt vikuskifti kring alt landið. 80 ini eru av álvara komin til Føroyar. Ætlanin hjá Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni, at lata eitt privat reiðarí byggja og reka nýggja havrannsóknarskipið, er ørskapur. Hann stúrir eisini fyri, at frælsið hjá Havstovuni at gera sína gransking minkar, tá eitt privat reiðarí fer at eiga havrannsóknarskipið. Jacob Vestergaard sigur, at rætturin hjá Havstovuni til skipið skal tryggjast í einum sáttmála, soleiðis at granskingin ikki verður ávirkað. Í sendingini greiðir Høgni frá síni bakgrund og sínum lesnaði. Eisini verður práta um tær fýra solofløgurnar, teir gomlu tónleikabólkarnar og tíðina tá Høgni gekk til cello á musikkskúlanum. Nógv hevur verið umrøtt, hvat fór fram á fundunum millum løgmann og CIP dagarnar 26. og 27 juni. Løgmaður hevur bæði avsannað, at hann var við til at gera avtaluna, og hann hevur greitt frá sjálvari samráðingartilgongdini. Ein trupulleiki at fáa greiði á, hvat er farið fram á fundunum millum løgmann og CIP, er, at løgmaður fundaðist einsamallur við CIP uttan embætisfólk, og einki er skrivað niður frá fundunum. Í dag hoyra vit eina spildurnýggja søga, sum stendur at lesa í Mín Jólabók 2013, sum júst er útkomin. Søgan eitur Villamús fer í grind , Sámal skrivaði og Jensina Olsen lesur Ein 49 ára gomul kvinna er ákærd í málinum um 48 ára gomlu Minnu Dahl Michelsen úr Havn, sum varð funnin deyð í einum mýrulendi 30. juli í ár í Nykøbing Falster í Danmark. Tað skrivar Ekstrablaðið. Sambært ákæruritinum hevði 49 ára gamla kvinnan kunnað hjálp Minnu Dahl Michelsen úr mýrulendinum, men hon var farin frá Minnu, sum eina viku seinni varð funnin deyð. Sambært ákæruritinum, gingu tær báðar í økinum náttina til 21. juli í ár, og síðani er Minna Michelsen vorðin føst í mýrulendinum. Sambært ákæruritinum var tað týðuligt, at Minna var í vanda, men at kvinnan kortini fór frá henni. Minna Michelsen doyði av tosta og kulda. 49 ára gamla kvinnan er frammanundan ákærd fyri harðskap og stuldur og fyri at terrorisera familjur í Lollandi. Hetta hendi alt, áðrenn Minna hvarv. Kvinnan hevur verið í donskum fjølmiðlum og tosa um ákærunar, og í samrøðu við Ekstrablaðið segði hon, at tá hon er undir trýsti, verður hon óð, men hon sigur Tórshavnar býráð samtykti einmælt í gjárkvøldið ikki at geva frávik í byggisamtyktini fyri økið fyri at loyva oljufelagnum Effo at byggja bensinstøð har. Á býráðsfundi 16. september var annars við stórum meiriluta samtykt at selja oljufelagnum økið við teirri treyt, at frávik seinni vórðu gjørd í byggisamtyktini. Síðani hevur kommunan fingið mótmælisskriv við 104 undirskriftum frá grannunum í økinum, sum eru ímóti, at bensinstøð verður bygd har. Á býráðsfundinum í gjárkvøldið tók eitt samt býráð undir við tilmælinum frá meirilutanum í vinnunevndini um ikki at broyta byggisamtyktina fyri økið, og sostatt heldur ikki selja oljufelagnum Effo grundstykkið. Tórshavnar býráð samtykti í gjárkvøldi einmælt at geva politinum byggiloyvi til eina nýggja politistøð við Karlamagnusarbreyt í Hoyvík. Nýggja politistøðin á Karlamagnusarbreyt verður í trimum hæddum har hvør hæddin verður 810 fermetrar. Húsið verður formað sum ein U bygningur við móttøku út móti Karlamagnusarbreyt og einum bilagarði við útkoyring móti Myllutjørn. At Annfinn Vitalis Hansen situr í Gjaldstovuráðnum og í stýrinum fyri Samhaldsfasta ger, at hann ikki er óheftur í tunnilsmálinum, sum hann er settur at kanna. Kanningarstjórin, sum nú er settur at svara spurningum um, hvussu málið um Skálafjarðatunnilin er handfarið, hevur longu svarað nøkrum teirra alment. Harumframt hevur tætt samband verið millum Annfinn Vitalis Hansen og politisku leiðsluna um Skálafjarðartunnilin, og hvussu hann skuldi fíggjast, tí kanningarstjórin er eisini formaður í Samhaldsfasta Eftirlønargrunninum. Tórshavnar býráð ger íløgur fyri 132 milliónir krónur tilsamans næsta ár. Eitt einmælt býráð samtykti fíggjarætlanina fyri næsta ár á fundi í gjárkvøldið. Størsta kontan á íløgusíðuni er mentan og frítíð, sum fær 43 milliónir krónur næsta ár. 12 milliónir eru settar av til bygging á Tórsvølli, níggju milliónir eru settar av til at byggja ítróttarhøll við Landavegin og seks milliónir til bóltvøll í Hoyvík. 42 milliónir verða settar av til teknisk mál. Harav verða 10 milliónir brúktar til keyp av bygningum og níggju milliónir til eina miðbýarætlan. Fimm milliónir verða settar av til økið børn og ung alt fer til dagstovn í Kollafirði. Ein millión er sett av til almanna og heilsumál, og 19 milliónir eru settar av til kommunal virki. Fíggjarætlanin fyri 2014 javnvigar við 649 milliónum krónum tað eru 13 milliónir meiri enn í ár. Skattaprosentið í Tórshavnar kommunu verður óbroytt næsta ár, 20,25 prosent, og barnafrádrátturin er 8.000 krónur. Gudmund Mortensen, organistur í Havnar kirkju, vitjaði Góðan Morgun Føroyar, har hann greiddi frá tónleikatiltøkunum, sum verða í kirkjuni í desember Skapandi hendur eitur ein listabólkur við átta kvinnum sum hetta vikuskiftið fara at halda til í miðhæddini í Kaffihúsinum har tær fara at selja ymiskt sum tær hava hava bundið og seyma. Fyrsti gesturin í morgun var Arnbjørn Ó. Dalsgarð, býarbókavørður. Har verður opið út á kvøldið í allan desember mánaða við ymiskum, sum børn og vaksin kunnu vera við í Í sendingini prátar Eyðfinn Jensen við Eiler Fagraklett um hansara bakgrund og uppvøkstur, hvussu tað varð at spretta sum samkyndur, um hugburðsbroytingar, og tað arbeiði sum LGBT hevur framt síðani stovnanina í 2011. Vága Floghavn hevur fingið fimm tilboð at reka tollfríu søluna og matsøluna á flogvøllinum, tá nýggja komuhøllin verður tikin í nýtslu 1. mai. Í heyst varð lýst eftir áhugaðum at reka matsøluna og tollfríu søluna. Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn, sigur, at nógvir fyrispurningar vóru, men tá avtornaði komu fimm tilboð tilsamans. Leiðslan fyri Vága Floghavn viðger í løtuni uppskotini, og helst í næstu viku verður avgerð tikin um, hvør fer at røkja tann partin av virkseminum. Síðani í 2008 hevur tollfrí søla verið á flogvøllinum, og øll árini hevur Atlantsflog havt søluna. Tað hevur givið felagnum fitt av inntøkum. Hvussu verður í framtíðini er ikki greitt, men Jákup Sverri Kass sigur, at tað hevði verið gott ískoyti hjá Vága Floghavn, at tey sjálvi røktu tann partin av virkseminum. Hann vísir á, at tollfría sølan gevur væl av pengum. Tað er bíligt at keypa, tí Føroyar eru uttan fyri ES, og noyðast ikki at nýta tær mannagongdir, sum fyritøkur í ES hava. Og tað vísir seg, at føroyingar keypa nógv av tollfríum vørum. Ein uppgerð vísir, at føroyingar keypa triðmest av tollfríum vørum í floghavnini í Kastrup. Tá nýggja komuhøllin er liðug, verða munandi betri møguleikar at veita tænastu við tollfríum vørum, og tí fara fólk uttan iva at keypa meir í Føroyum. Samanlagt skuldi tað givið betri grundarlag fyri nýggja bygninginum og rakstrinum av Vága Floghavn, sigur Jákup Sverri Kass. Tað liggur eisini í kortunum, at fær Vága Floghavn størri inntøkur av handli og sølu, so fara tænastugjøldini at lækka. Í løtuni er avgjaldið fyri hvørt ferðafólk 182 krónur Gerast inntøkurnar frá øðrum virksemi størri, ber til at lækka avgjaldið, og tað skuldi so aftur havt við sær, at ferðaseðlaprísurin fer at lækka, sigur Jákup Sverri Kass. Vága Floghavn er alment partafelag, og hevur einki krav um stórt avlop, men at virksemið hvílir í sær sjálvum. Hvussu verður við tollfríu søluni og matsøluni í framtíðini, umrøður nevndin í løtuni, og í næstum fara nevndin og stjórin at avgera, hvussu tann parturin skal røkjast í framtíðini, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri. Stórir ídnaðarkundar hjá el felagnum SEV, sum brúka nógvan streym, skulu gjalda fimm oyru meira fyri kilowatttíman á nýggjárinum. Tað ætlar SEV, sum fyrrapartin hevur havt eykaaðalfund á Hotel Føroyum, í sambandi við at fíggjarætlanin fyri 2014 skal samtykkjast. SEV ætlaði longu í fjør at hækka prísin hjá stórum ídnaðarkundum við 11 oyrum, men semja var ikki um tað. Í fjør hækkaði prísurin við seks oyrum. Men nú verður roynt at fáa fimm oyru løgd afturat. Jákup Suni Lauritsen, formaður í stýrinum fyri SEV, sigur við tíðindaportalin IN.fo, at talan er um ídnaðarvirki, sum brúka meiri enn 20.000 kilowatt tímar um árið, ið nú skulu rinda meiri fyri streymin. Týsdagin hittust norski fiskimálaráðharrin, Elisabeth Aspaker, og Maria Damanaki, ES fiskivinnukommisserur í Brússel, og á tí fundinum legði norski fiskimálaráðharrin eitt ítøkiligt uppskot fyri ES kommisserin, sum skal fáa gongd aftur á strandalandasamráðingarnar, skrivar enskmælta norska tíðindatænastan, The Nordic Page. Greitt verður ikki nærri frá, hvat stendur í uppskotinum, men eftir ynski frá ES, eru ætlaðu tvílandasamráðingarnar millum Noreg og ES, sum skuldu vera í Bergen í næstu viku, útsettar. Í síðstu viku hittust strandalondini til samráðingar í Írlandi, og tá staðfest varð, at langt er eftir á mál, løgdu partarnir fundin niður fyribils. Men norski fiskimálaráðharrin sigur við blaðið Dagens Næringsliv, at hon ikki væntar, at partarnir koma á mál við samráðingunum fyri jól. Fleiri milliónir kring heimin hava sæð hann á sjónvarpsmyndum seinastu dagarnar, tá hann setir hol á avgustin á planinum á hvalastøðini við Áir. Brádliga brestur stórhvalurin, og innvølirnir fara í allar ættir. Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur á Náttúrugripasavninum, gjørdist við eitt heimskendur. Dagarnar frammanundan var hann nógv í fjølmiðlunum og greiddi frá tí óvanligu støðuni, at so nógvir avgustar rendu seg upp á land í Sundalagnum. Tingformaðurin tryggjaði sær ikki undirtøku, tá hann setti kanningarstjóran í tunnilsmálinum, og hann hevur heldur ikki tryggjað sær, at óheftnið er kannað til botns. Tað sigur Kári á Rógvi, doktari í lóg, men Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, sigur, at tað er ikki hansara uppgáva at seta spurnartekn við arbeiðið hjá umsitingini í løgtinginum. Í Íslandi skrivar blaðið Visir, at Smyril Line er farið at kanna aðrar havnarmøguleikar á Eysturlandinum til NORRØNU enn Seydisfjørð. Tað er serliga um veturin, at brúk er fyri at hava annan møguleika enn Seydisfjørð. Ikki tí at havnaviðurskiftini aðrastaðni á Eysturlandinum eru betri, men tí at torført kann vera at koyra til og av Seydisfirði, serliga um veturin, tá kavi legst, og stóru trailararnir við tungum farmi skulu koyra fleiri hundrað metrar upp á Fjarðarheiðina fyri at koma víðari. Rúni V. Poulsen, stjóri á Smyril Line, váttar, at Smyril Line kannar málið, tí flutningurin til og frá Seydisfirði er so trupul um veturin. Í dag hoyra vit um jólakalendarasøaguna Jól í grannalagnum, sum verður at hoyra gerandismorgnar í Barnaútvarpinum. Vár Berghamar Jacobsen skrivaði í 2007, og Kári Jacobsen gjørdi tónleikin. Finnur Hansen stóð fyri tí tekniska. Síðani hoyra vit um jólakalendaran í sjónvarpinum, sum er Jól í Svingi. Páll Danielsen leikstjórnaði og greiðir frá. Rógvi Langaard er í starvsvening í Kringvarpinum, og hann hevur í dag gjørt samrøðu við Katrina á Neystabø, sum greiðr frá Amnesty Internationa, um barnarættindasáttmálan, og um hví vit seta ljós í vindeyguni 10.desember. Kappingarførið hjá Havsbrún versnar upp aftur meiri, nú SEV hevur gjørt av at hækka elprísin hjá virkinum við fimm oyrum fyri kilowatttíman. Nú er munurin ímillum Havsbrún og eitt íslendskt virki millum sjey og átta miljónir krónur um árið, staðfestir stjórin í Havsbrún, Odd Eliasen. At SEV hevur samtykt at hækka prísin við fimm oyrum aftrat, merkir, at Havsbrún næsta ár skal rinda á leið hálva millión krónur meir fyri streymin. Hækkingin sum varð samtykt í dag, kemur oman á hækkingina í fjør, sum var seks oyru fyri kilowatttíman. Heimasíðan hvannrok.fo váttar fyri løtu síðani, at Kári Horn gevst sum venjari hjá neistanum. Við heimasíðuna sigur Kári at hann hevur fingið staðfest tarmsjúkuna quot Colitis ulecerosa quot , sum er ein kroniskur tarmbruni. Fyri at lofta sjúkuni er týdningarmikið at hann ikki gerst strongdur. Hann er fyri stuttum byrjaður í nýggjum starvið, venjari og í januar skal hann vera pápi. Hann hevur tískil fingið læknaboð, at ansa sær soleiðis at hann ikki verður strongdur. Tí mátti avgerðin takast um at siga venjarastarvið frá sær. Kári gjørdist í 2011 venjari hjá VB, sum rakk steypafinaluni, men taptu tá fyri neistanum. rið eftir vóru boð send eftir honum úr neistanum, og gjørdi hann ikki mætari enn at vinna greipuna við teimum. Hann tók síðani eitt ár aftrat, har hann skuldi prógva at dugur var í neistakvinnunum uttan stórskjúttan Barbaru Brauer. rið í ár hevur verið heldur svikaligt, og nú ljóðar at týðandi verjuleikarin Marjun Damberg er úti restina av árinum vegna skaða. Kári trýr uppá sínar leikarar, tí mánakvøldið segði Kári í sendingini 3 2 at hann trúði uppá finaluplássini. So tað er við sorgblídni, at hann í gjár boðaði neistakvinnunum frá støðu síni. Enn hevur Neistin ikki funnið avloysaran fyri Kára. Hann stendur fyri seinastu ferð á hesum sinni á síðulinjuni hjá neistakvinnunum sunnudagin, tá tær spæla ímóti V F í Vestmanna. Í gjár kom fram, at Annfinn V. Hansen, advokatur, ið er útnevndur kanningarstjóri í málinum um Skálafjarðatunnilin, í næstum skal í rættin at umboða Løgmansskrivstovuna í sak móti Starvsmannafelagnum. Sjálvur sær Annfinn V. Hansen, advokatur, ongan gegnistrupulleika í, at hann arbeiðir fyri løgmann samstundis sum hann skal kanna løgmann. Í parti av Eysturoynni høvdu tey eitt serligt dansilag, greiðir Brynolf Lamhauge frá. Tí hevur hann valt, at lurtararnir skulu hoyra Ragnar Lamhauge skipa Blackman Konge. Eysturoyar Dansifelag kvøður. Í nógv ár dansaði hann í Eysturoyar Dansifelag, men síðani hann flutti aftur til høvuðsstaðin hevur hann dansað í Dansifelagnum í Havn, sum kvøður Svend Vonved. Niels á Velbastað skipar. Teitur Dalsgarð, Vágaskot 278 262 540 stig Miriam Haraldsen, Vágaskot 188 223 411 stig. Jógvan Petersen, Ørvur 194 189 383 stig persónligt met Bjørn Sjúrður Pæturson, Tambar 203 174 377 stig personligt met Jósup Henriksen, Vágaskot 182 170 352 stig persónligt met Hans Elmar Poulsen, Vágaskot 164 178 342 stig persónligt met Jóhan Pauli Pæturson, Tambar 186 140 326 stig persónligt met Katrin Henriksen, Vágaskot 133 65 198 stig persón ligt met Tóra Dinna Reynskorð, Vágaskot 106 74 180 stig persónligt met Josefina Eliasdóttir,Vágaskot 63 92 155 stig persónligt met Guðjón Reynskorð, Vágaskot, noyddist at gevast nakað inni í seinna umfari, vegna skaða. 1 8 útilokingin vóru bert tveir dystir. Av tí at bert 11 luttakarar vóru, so blivu tey bestu sitað í fyrsta umfari. Hetta gjørdi at øll spældu í minsta lagi ein dyst. Teitur Jósup 6 0. Hans Elmar Miriam 2 6. Teitur Tóra Dinna 6 0. Jósup Bjørn Sjúrður 7 3. Jógvan Hans Elmar 2 6. Jóhan Pauli Miriam 0 6 Finala Teitur Miriam 6 0. Sostatt vann Teitur Dalsgarð sannførandi. Teitur er bert fjúrtan ára gamal, men er longu farin at skjóta við teimum vaksnu. morgin fara tey vaksnu at kappast í Havn, og tá fer Teitur Dalsgarð eisini at luttaka. Um vikuskiftið spæla Føroyar tríggjar vinardystir í Nuuk móti Grønlandi í futsal. Hetta er fyrstu ferð at fótbóltsambandið hevur mannað eitt futsal landslið. Føroyar vann fyrsta dystin 8 6 fríggjakvøldið. Málskjúttarnir vóru hesir Brian Jacobsen 3 mál Alex Jos Dos Santos 2 mál Alex Troleis 2 mál Hanus Jacobsen L 1 mál Heimasíðan hjá fótbóltssambandinum boðar frá at Alex Jos Dos Santos var besti leikari fríggjakvøldið. Hann vísti gott tekniskt spæl og driblingar, og fleiri ferðir reistu grønlendsku áskoðarnir seg upp at klappa fyri honum. Seinni dysturin verður spældur í kvøld kl 22.30 føroyska tíð. Í dag hoyra vit 1. part av bókini VInurin. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2012. Helle Thede Johansen hevur skrivað. Fyrsta bókin hjá henni var Vikarurin, sum eisini hevur verið lisin í Barnaútvarpinum. Bókin Vinurin, snýr seg um tey í 5.b, har Anna er høvuðspersónur, og hon brúkar alla tíð sína á internetinum. Hon kjattar við Mikkjal, men hvør er Mikkjal. Eisini hoyra vit um vinfólkini Barbaru og Berg. Birita Mohr lesur. Niels Pauli Danielsen var liðugur at lesa til prest í 1968 og søkti beinanvegin prestastarv á Viðareiði, sum hann fekk. Ferðirnar til útoyggjarnar vóru ikki altíð líka tespiligar. Á Viðareiði sat Niels Pauli í sóknarstýrinum og í nevndini fyri flakavirkinum í Norðdepli. Í landspolitikki var hann limur í aðalstjórn tjóðveldisfloksins. Har tók ósemja seg upp um spurningin at stilla upp til fólkatingsval. Áðrenn hann fór til Viðareiðis, róði Niels Pauli eitt skifti út við kenda skiparanum Thorvaldi Hjelm í Vági. Eik ligan, kvinnur KÍF Dráttur 3 1 25 19, 21 25, 27 25, 25 21 SÍ Fleyr 0 3 16 25, 11 25, 12 25 Eik ligan, menn SÍ Fleyr 3 2 25 18, 25 19, 14 25, 15 25, 15 11 Fyrsti partur av leiki í 15 pørtum, sum Vár Berghamar Jacobsen hevur skrivað. Kári Linderoth Jacobsen hevur gjørt tónleikin. Finnur Hansen er tøkningur. Landsstýrið biður nú løgtingið um at góðkenna upphæddina í fíggjarnevndarskjalinum, sum fíggjarnevndin játtaði fyrr í ár, í sambandi við at landsstýrið arbeiddi við at stevna ES fyri altjóða gerðarrætt í kjalarvørrinum av trætuni um norðhavssildina. Málið hevði skund, og tí varð biðið um sjey milliónir krónur í fíggjarnevndarskjali, sum fíggjarnevndin játtaði. Sambært stýrisskipanarlógini skal løgtingið góðkenna allar eykajáttanir hjá fíggjarnevndini. Fíggjarmálaráðið sigur, at tað er trupult at neyvt at meta um, hvussu nógv gerðarrættarmálið fer at kosta, tí eitt slíkt mál er ikki roynt áður. Peningurin skal fyrst og fremst brúkast til uttanhýsis serfrøði, og harafturat skal landsstýrið rinda ein part av arbeiðnum hjá tilnevndu gerðarrættarlimunum. Landsstýrið hevur eisini arbeitt við at kanna, um til bar at kæra ES handilstiltøkini móti Føroyum til heimshandilssfelagsskapin WTO. Tí hevur ráðførsla eisini verið við fíggjarnevndina um, at ein partur av játtanini eisini kundi nýtast til hetta kærumálið, sigur Fíggjarmálaráðið. Nýggi stovnurin á Sandi er ætlaður børnum og ungum við serligum avbjóðingum úr øllum landinum. Men fýra pláss verða sett av til sandoyingar. Depilin skal ikki kosta meira enn 12,4 milliónir krónur Eftir ætlan skal hann vera liðugur í 2016. Í deplinum verða átta kømur og felagshøli til 15 fólk. Ætlanin um at byggja ein virknis og umlættingardepil í Sandoynni hevur verið leingi á veg. Men higartil hevur ikki verið greitt, í hvørjari bygd byggjast skal. Tað er nú avgjørt, fekk Fíggjarnevndin at vita hósdagin. Bygginevndin mælir til at byggja á Sandi. Og tað hevur Annika Olsen, landsstýriskvinna, tikið til eftirtektar. Málbólkurin er allir føroyingar, sum dáma góðan og nýggjan tónleik, og sum ynskja at fylgja við, hvat rørir seg í tónónleiki í Føroyum og uttanlands. Voxpop hevur gjørt samstarv við Knassar og Portal.fo um, at Voxpop verður at hoyra beinleiðis á Portal.fo. Formansskapurin hevur skotið upp fyri tinginum at víðka heimildirnar hjá umboðsmanninum til eisini at fevna um privatar stovnar, sum hava ábyrgd av børnum. Sett verður beinleiðis í lógina, at umboðsmaðurin skal tryggja og hava eftirlit við, at ST barnasáttmálin verður settur í gildi, og hava eftirlit við barnarættindum, sum eru ásett í føroyskari lóg, til tess at lúka skyldurnar í sáttmálanum. Týdningarmesta broytingin er, at umboðsmaðurin fær heimild at vitja privatar stovnar og fosturheim, sum hava ábyrgd av børnum. Hetta er eitt nú galdandi fyri frískúlar, privatar bú og umlættingarstovnar og fosturfamiljur, sambært barnaverndarlógini. Brúkaratátturin svaraði einum spurningi frá lurtara í morgun Havi í seinastuni fingið fleiri teldubræv frá fyritøkum, sum eg ikki havi biðið um sokallaðar spam meylar. Hetta er ymiskt lýsinartilfar fyri vørur, sum tey selja. Kunnu fyritøkur bara soleiðis senda mær meylar, sum eg ikki havi biðið um Bjarni Reynagarð, sum hevur lyft vektir í 45 ár og hevur sett fleiri met í vektlyfting, hevur nú givið eina bók út um hesa ítróttargrein. Fleiri met hjá Bjarna eru ongantíð tikin og hann er framvegis at hitta í venjingarhølunum í Havn. Bjarni Reynagarð var gestur í útvarpsstovuni í morgun. Í ár eigur ferðavinnan 37 prosent av útlendsku pengunum, sum íslendska samfelagið fær. Fiskivinnan eigur 35 prosent og 28 prosent koma frá aluminiumsvinnuni. Tøl, sum Landsbankin hevur kunngjørt, siga, at verður gongdin í ár tann sama eftir 1.oktober sum fyri 1.oktober, verður ferðavinnan fyri fyrstu ferð størri enn fiskivinnan í Íslandi. Í seinasta lagi um knappliga tvey ár, tann 1. november í 2015, skal øll vatnveiting í Føroyum vera løggild. Tó hava bygdir, har sum færri enn 100 fólk búgva, freist til 1. november 2017. Kunngerðin, sum skal tryggja øllum reint vatn, er komin í gildi. Fólk hava fullan rætt at krevja, at vatnið, sum rennur úr krananum, er reint. Og tey, sum keypa matvørur úr Føroyum, eiga at hava fult álít á, at reint vatn er brúkt, tá vøran er gjørd. Tað heldur Vinnumálaráðið, sum nú hevur lýst kunngerðina um reint vatn. Higartil hava føroyskir útflytarar ikki kunnað prógvað fyri sínum keyparum, at reint vatn er brúkt til at virka fiskin, sum verður keyptur úr Føroyum. Tí er alneyðugt at áseta reglur um reint vatn, boðar Vinnumálaráðið frá. Heilsufrøðiliga starvsstovan umsitur nýggju reglurnar, letur løggildingar og hevur eftirlit við vatnveitingarskipanum. Longu nú eru 94 prosent av drekkivatninum í Føroyum reinsað. Tað fer tí ikki at kosta so nógv hjá landinum at koma upp í 100 prosent. Men hjá kommunum ella øðrum, sum nú noyðast at fáa sína vatnveiting í rættlag, kann talan gerast um eina ávísa útreiðslu. Í flestu smáu kommununum eru tó ikki matvøruvirki, sum útflyta. Tí fáa tær longri tíð enn hinar kommunurnar at gera eftir kunngerðini, sum er á veg, sigur Vinnumálaráðið. Varðhaldsfongslingin hjá 18 ára gamla manninum, sum er skuldsettur fyri drápsroynd í Norðdepli sunnumorgunin 14. juli, er enn eina ferð longd, hesa ferð til 20. desember. Ungi maðurin, sum er skuldsettur fyri at hava stungið fýra fólk, hevur verið í varðhaldi síðani 14. juli, tá hann varð tikin og varðhaldsfongslaður í grundlógaravhoyring. Oljunýtslan hjá Landssjúkrahúsinum í fjør var góðar ein millión litrar, og í sethúsunum, sum hoyra til sjúkrahúsið, var nýtslan góðar 7.000 litar tilsamans. Keypsportalurin er alment kunngerðarstað, har almennir stovnar kunnu lýsa við útboðum, og veitarar kunnu halda seg dagførdar um útboð. Allar vørur og tænastur, sum tað almenna keypir, skulu bjóðast út. Við ávísum undantøkum skulu øll keyp oman fyri 50.000 krónur uttan mvg bjóðast út. Nýggj útvarpsstøð hevur sæð dagsins ljós í høvuðsstaðnum. Voxpop eitur nærvarpið, sum sendir á 104,1 megahertz. Petur Slyne og Rúni Djurhuus, ið skipa fyri festivalinum Voxbotn, og Portal.fo standa fyri nýggju útvarpsstøðini. Umframt teir báðar, er eisini Hálvdan Haldansen úr Vestmanna við í smápartafelagnum Vox Entertainment, sum rekur Voxbotn útvarpsstøðina. Voxpop er at hoyra í Havn og hoyrist eisini í pørtum av Skálarfjørðinum. Hafdis Sturlaugsdóttir og Matthias Lýðsson, sum búgva á einum garði nærindis Húsavík, vunnu við rullupylsuni, sum tey tey rópa Fjalladrotningin. Meira enn 100 fólk vóru við í meistarakappingini, sum varð hildin á Sauðfjársetur, sum er seyðasavn nærindis Hólmavík í Strandir økinum á vesturlandinum. Ringa veðrið ger, at líkindi eru ikki at fara niðan á Støðlafjall at umvæla brekið. Verða frægari líkindi í morgin, fara starsfólk á radiodeildini hjá Føroya Tele at umvæla brekið. Formaðurin í Lærarafelagnum væntar eitt frægari úrslit hesaferð. Men hann hevur ikki stórvegis álit á kanningini, sum eitt skúlapolitiskt amboð. Norska línuskipið, Urvaag, kemur í flotan fyri Klakk, sum ikki longur er tíðarhóskandi. Tað skrivar Norðlýsið. Urvaag, sum er smíðaður í 1989, hevur góða frystiorku. Skipið kemur til Føroya tíðliga í januar, og fer eftir æltan til fiskiskap hálvan januar. Manningin, sum í løtuni er við Klakki, fer umborð á nýggja skipið. Reiðararnir vilja ikki upplýsa, hvat Urvaag kostar, men tá skipið er klárt at fara til fiskiskap hálvan januar, fer tað at standa teimum í 20 25 miljónum krónum. Tá menn vóru og skutu harur í Havnardali herfyri, var ein kanin ímillum harurnar. Hetta er ikki fyrsta kaninin, sum hevur reikað í føroyskum haga. Náttúrugripasavnið hevur frætt um aðrar kaninir uttangarðs í Streymoynni, Eysturoynni og Suðuroynni. Tað skrivar savn.fo. Eisini hevur ein verið at sæð í lundalandi í Mykinesi. Náttúrugripasavnið er sera ørkymlað av at hoyra um kaninir í føroysku náttúruni. Tær hoyra ikki heima her, og byrja tær at nørast, kann roknast við skaða á okkara djóra og plantulív. Kanin kann nørast í føroysku náttúruni. Tað gjørdur tær í Froðbiarnípu og Trongisvági í 1800 talinum, men tíbetur hvurvu tær aftur. Í Íslandi eru tær farnar at nørast í fleiri støðum, og har gera tær skaða bæði í náttúru og í gørðum. Tær verða roknaðar sum ein hóttan fyri lundastovnin í Vestmannaoyggjunum. Kunngerð er í gildi, sum staðfestir, at einki djóraslag, ið ikki hoyrir heima í føroysku náttúruni, kann sleppast út. Hetta umfatar eisini tær kaninir, ið fólk hava, og sum ofta reika leysar ímillum húsini. Eigarin brýtur lógina, tá ein kanin fer út í náttúruna ndash eisini um hon er rýmd úr búri ndash og sambært kunngerðini verður eigarin revsaður við bót. Íslendski politimeistarin og stjórin fyri løgregluna í Reykjavík hildu fyrrapartin tíðindafund um skottilburðin í Reykjavík tíðliga í morgin, tá ein 58 ára gamal maður varð skotin til deyðis. Íslendski politimeistarin, Haraldur Johannessen, greiddi á tíðindafundinum frá, at 58 ára gamli maðurin hevði víðgirt seg inni í íbúð síni í eysturbýnum í Reykjavík, og hevði latið fleiri skot av. Klokkan seks í morgun varð avgerð tikin um at skjótast skuldi við táragassi inn í íbúðina. Men maðurin svaraði aftur við at skjóta út gjøgnum vindeygað í íbúðini. Ivasamt var, um táragassið hevði virkaði, sum ætlað. Løgreglufólk vórðu tí send inn í íbúðina eftir manninum. Tá lat hann nøkur skot av móti løgregluni og rakti ein teirra. Løgreglan svaraði aftur við at skjóta soleiðis at maðurin varð særdur. Sambært Haraldi Johannessen, politimeistara í Íslandi, gjørdi løgreglan tað, sum rættast var í hesi støðu, og reglurnar fyri slíkar støður vórðu hildnar. Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, væntar, at framgongdin, sum er í PISA kanningini, fer at halda fram, tí at tey átøk, ið vórðu sett í verk eftir fyrstu vanlukkuligu PISA kanningina í 2006, ikki síggjast rættiliga aftur enn. Tórshavnar býráð hevur givið løgregluni byggiloyvi til eina nýggja politistøð við Karlamagnusarbreyt í Hoyvík. Men treytin er, at løgreglan broytir um utsjóndina á bygninginum. Annar partur av leiki í 15 pørtum, sum Vár Berghamar Jacobsen hevur skrivað. Kári Linderoth Jacobsen hevur gjørt tónleikin. Finnur Hansen er tøkningur. Tað tekur tíð, áðrenn nakað beinleiðis úrslit sæst av teimum broytingunum, sum seinastu árini eru gjørd í kjalarvørrinum á pisakanningum. Fíggjarnevndin hevur hug at lækka játtanina til fólkaskúlan og miðnámsskúlan næsta ár, men Mentamálaráðið tekur ikki undir við tí. Fyri viku síðani skrivaði Fíggjarnevndin til Mentamálaráðið og gjørdi vart við, at fólkaskúlin og miðnámið fara at hava avlop í ár. Tað tykist sum fýra milliónir leypa av hjá fólkaskúlanum í ár. Mentamálaráðið svarar eisini, at hjá fólkaskúlanum verður avlopið millum tvær og tríggjar milliónir í ár. Og skal fólkaskúlin vera tann sami næsta ár sum í ár, kostar tað 7,5 milliónir krónur. TF Holding eigur 70 prosent av EIK banka, men tá Finasiel Stabilitet verður keypt úr Eik Banka, verður TF samtakið eini risi á føroyska tryggingar og fíggjarmarknaðinum. Tað eru bankar, sum eru so stórir á tí marknaðinum, teir virka í, at tað hevur vanlukkuligar fylgjur fyri samfelagið alt, um teir koma illa fyri. Fróðskaparsetrið raðfestir varandi orku, og hevur sett Boga Bech Jensen, professara í starv í orkuverkfrøði á Náttúruvísindadeildini. Hann skal ganga á odda í arbeiðnum at menna granskingarumhvørvið, har granskingin skal vísa á burðardyggar møguleika fyri at minka um nýtsluna av fossilum bennievnum, og skal menna og samskipa hægri útbúgvingartilboð innan orku og umhvørvisverkfrøði. Fróðskaparsetrið skrivar í tíðindaskrivi, at stuðulin frá Statoil ger tað møguligt at byggja upp nýggja fokusøkið munandi skjótari, enn tað hann hevði borið til at gjørt. Í kjalarvørrinum á aðalorðaskiftinum um Arktis í farnu viku, fara løgmaður og Aleqa Hammond at umrøða møguleikar og avbjóðingar í Arktis. Á fundinum seinnapartin fríggjadagin verður eisini nomið við møguleikan at gera handilssáttmála millum londini við støði í Hoyvíkssáttmálanum. Aleqa Hammond fer av landinum aftur sunnudagin. Ringarnir liggja í landnyrðing úr Skriðutanga, frástøðan er millum hálvan og ein fjórðing úr landi, og teir liggja vestanfyri ljóslinjuna frá Nólsoyar vita og í útsynning úr Shefa 2 kaðalinum. Ein av hornasteinunum í nýggju eftirlønarlógini er, at tú skalt spara saman til egna eftirløn. Men meira enn 3.000 føroyingar hava enn ikki fingið hesi viðurskifti í lag, skrivar TAKS í tíðindaskrivi. TAKS heitir á tey um at stovna sær eftirlønarkontu hjá góðkendum eftirlønarveitara fyri árslok. Stjórin á TAKS, Eyðun Mørkøre, mælir fólki til at fáa hetta avgreitt sum skjótast, tí, sum hann er endurgivin fyri at siga í tíðindaskrivinum quot Í jólamánaðinum hava tey flestu úr at gera, og tí er skilagott at fáa eftirlønarviðurskiftini í rættlag sum skjótast. Í ár eru fáir yrkadagar millum jól og nýggjár. Frá 20. desember til nýggjárs eru bara tríggir yrkadagar í ár, so tey, ið ikki hava eina eftirlønarkontu, hava alla orsøk til at kvika sær. quot Gjøgnum ár og dag er nógv blivið skrivað og meiggjað á skúlaborðini í Hoydølum. Her eru nøkur dømi um tekstir og tekningar á gomlu borðunum runt skúlan. Ungdómar um okkara leiðir halda ikki, at náttúruvísindi eru líka týdningarmikil sum ungdómar í menningarlondum halda. Ein annar munur er, at okkara ungdómar hava als ikki hug til at starvast innan náttúruvísindi, tá tey verða vaksin. Nomið verður við munin í áhugamálum hjá gentum og dreingjum. Ber til at leggja undirvísingina í náttúruvísindum til rættis, so hon gerst viðkomandi og harvið eisini áhugaverd Seinastu vikurnar hava lurtarar í hópatali skotið fólk upp at fáa eina av teimum fýra jólakurvunum, sum morgunsendingin handar í desember. Fyrsta kurvin varð handað beinleiðis í morgunsendingini í morgun. Hanna Betta Hermannsdóttir skrivar soleiðis um dóttur sína Magnhild Bólstein Hóast likamliga skerd tók Magnhild í fjør trý børn til fosturs, sum høvdu mist mammu sína. Sjálv eigur Magnhild tvey børn, sum krevja serliga røkt. Skal Landsrætturin ikki viðgera lønarkrøv móti trotabúnum, fer helst at bera til at enda trotabúgvið Faroe Seafood fyri 1. juli næsta ár. Í farnu viku fekk ein handverkari, sum arbeiddi hjá Faroe Seafood, partvíst viðhald í Føroya rætti í kravi sínum um uppsagnarløn frá trotabúnum. Um trotabúgvið ikki fer í Landsrættin við dóminum hjá Føroya rætti, fer væntandi at bera til at enda trotabúgvið í fyrra hálvári næsta ár, sigur Eyðfinnur Jacobsen. Sakførarin hjá handverkaranum sigur, at teir fara ikki at skjóta dómin inn fyri Landsrættin. Trotabúgvið hevur ikki tikið støðu enn. Samstundis sum Faroe Seafood fór, fór eisini Faroe Fish II, sum átti skipini, sum fiskaðu til Faroe Seafood. Tað trotabúgvið er langt síðani endað. Fýra trúboðarar, sum brøðrasamkoman sendi út fyri 50 árum síðani vitja aftur í hesum døgum. Óli á Grømma Jacobsen, Jógvan Purkhús, Páll Poulsen og Hans Sivertsen. Góðan Morgun Føroyar hitti teir í kaffikrókinum í bakarínum hjá Jórun í Klaksvík. Tøl, sum Fíggjarnevndin hjá løgtinginum fekk í gjár frá Fíggjarmálaráðnum, vísa, at ætlanin er at leiga Norrønu í 21 dagar, tá Smyril skal hava nýggjan motor. Leigan er 240.000 krónur um dagin, so tað fer at kosta fimm milliónir og 40.000 krónur at leiga Norrønu til Suðuroyarleiðina. Harafturat kemur ein millión til aðrar útreiðslur. Sjálvsábyrgdin hjá Strandfaraskipum landsins fyri brotna motorin er tvær milliónir krónur. Teir pengarnar hevur Strandferðslan longu fingið við eykajáttan. Tað kostar góðar seks milliónir krónur fyri tríggjar vikur. Men við at fremja ábøtur fyri okkurt um 2,5 milliónir krónur, meðan motorurin nú verður skiftur á Smyrli, so kann ætlaða dokkingin útsetast til 2016, møguliga heilt til 2017. Pengarnir, níggju milliónir, verða tiknar frá Nólsoyarferjuni, so størri partur av teirri byggingini verður flutt frá 2014 til 2015. Men nýggjasta inntøkumetingin er ikki liðug enn, tí øll tølini fyri november skulu við, áðrenn Fíggjarnevndin fær metingina, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum. Útreiðslurnar til rakstur vaksa 5,6 milliónir krónur og íløgukontan veksur tvær milliónir. Men Búnaðargrunnurin skal niðurlagast 4,1 millión, so netto verður útreiðslan góðar 3,7 milliónir afturat. Hallið hjá tí almenna, tað vil siga hjá landi, kommunum og sosialum grunnum, var 242 milliónir krónur í 2012. Tað eru 33 milliónir krónur minni enn 2011. Men tað er landið, sum eigur so at siga alt tað skrásetta hallið, 241 milliónir krónur. Orsøkin til at samlaða hallið minkar er, at inntøkurnar veksa skjótari enn útreiðslurnar. Inntøkuvøksturin stavar serliga frá størri avgjaldsinntøkum og sosialum tryggingargjøldum. Vøksturin í útreiðslunum er frá íløgum, rentum og nýtslu. Hinvegin minkaðu veitingarnar nakað, mest tí arbeiðsloysið var minni í 2012 enn í 2011. 2012 var fimta árið á rað, at tað almenna hevði hall. Størst var hallið í 2009, tá tað var 569 milliónir krónur. Hallið í 2012 er tað minsta hesi fimm árini, við 1,8 av bruttotjóðarúrtøkuni, BTÚ. Úrslitið eftir myndugleika vísir, at landið, sum áður nevnt, hevði 241 milliónir krónur í halli í fjør. Tað er 38 milliónir størri hall enn í 2011. Sosialu grunnarnir fingu eitt hall tilsamans uppá 34 milliónir, tað er 78 milliónir minni enn í 2011. Orsøkin er, at minni varð útgoldið av arbeiðsloysisstuðli í 2012. Úrslitið av PISA kanningini er ikki nóg gott, og Føroyar liggja framvegis undir OECD miðal í øllum trimum lærugreinunum, sum PISA kanningin fevnir um, støddfrøði, lesing og náttúruvísindi. 30.november vóru komnar 138,8 milliónir krónur í tilfeingisgjøldum frá uppsjóvarvinnuni. Tað er nakað væl meira enn landsstýrið væntaði at fáa. Landsstýrið væntaði, tá lógin kom í tingið, at fáa 116 milliónir krónur Veiðigjaldið fyri makrel er 75 oyru fyri kilo og 35 oyru fyri kilo av norðhavssild. Ísland fær formansskapin í Norðurlendska samstarvinum í 2014, og legði á fundinum fram sínar ætlanir um, hvat ætlanin er at seta skjøtul á í 2014. Lívfeingisbúskapur bioøkonomi er høvuðsyvirskriftin, sum komandi 3 árini, skal seta burðardygga gagnnýtslu av lívfrøðiligum tilfeingi á breddan. Tað skrivar heimasíðan hjá fiskimálaráðnum. Ítøkiligu verkætlanirnar eru tó enn í gerð. Undir danska formansskapinum í 2015 hava Føroyar átikið sær formansskapin í fiskivinnusamstarvinum. Hetta merkir, at Føroyar ganga á odda fyri tí, sum skal fara fram á norðurlendska fiskivinnuøkinum í 2015. Fundirnir viðgjørdu eina røð av verkætlanum og øðrum tiltøkum, sum eru í gongd og sum væntast at byrja nakað skjótt. Har ímillum vóru tríggjar verkætlanir, sum Føroyar eru leiðarar av fyri tilsamans 1,2 milliónir. Fleiri aðrar verkætlanir hava føroyskan áhuga. Nevnast kann, at Føroyar standa á odda fyri einari verkætlan, sum skal kanna tilfeingisrentu í alivinnuni og einari um at brúka ldquo spælteori til at finna møguligar loysnir í ósemjum, sum hava samband við uppsjóvarfiskasløgini. Føroyar standa eisini fyri einari verkætlan um laksalús. Føroyar eru somuleiðis við í einari verkætlan, sum í sambandi við eina altjóða UNCLOS ráðstevnu í Bergen í 2014 skal hava eina sessión um ósemjurnar um uppsjóvarfiskin í Norðuratlantshavi. Ein onnur verkætlan snýr seg millum annað um útróðrarvinnuna í Norðurlondum. Sunndagin varð kappast í recurve og compound, og fingu teir fjúrtan skjúttarnir góð úrslit. Sigrid Vang kláraði krøvini til HM í 2014, meðan Trúgvi Kjeld og Elias Magnussen fingu persónligt met. Innleiðandi í compound Jógvan Niclasen, Tambar 289 285 574 stig. Kaj Johannesen, Ørvur 284 283 567 stig. Albert Dam, Ørvur 281 286 567 stig. Schandorff Vang, Ørvur 282 283 565 stig. Sigrid Vang, Ørvur 280 281 561 stig. Anja Johansen, Vágaskot 280 273 553 stig. Rakul Dam, Tambar 266 268 534 stig. Trúgvi Kjeld, Ørvur 251 270 521 stig . Innleiðandi í recurve Teitur Dalsgarð, Vágaskot 258 260 518 stig. Jastrid M. Jensen, Tambar 255 261 516 stig. Annika Vang, Vágaskot 256 255 511 stig. Michael Feldballe, Tambar 194 225 419 stig. Hjalmar S. Juul, Ørvur 207 205 412 stig. Elias Magnussen, Tambar 207 201 408 stig. 1 4 final ur Fyri at kappingin skal ganga upp, sótu tvey tey bestu yvir. Hjalmar Michael 5 5 Michael vann umskjótingina 9 7 Annika Elias 6 0 1 2 finalur Teitur Michael 7 3 Annika Jastrid 7 3 Bronsufinala Michael Jastrid 4 6 Gullfinalan Teitur Annika 7 1 Sostatt vann Schandorff Vang finaluna í compound og Teitur Dalsgarð vann í recurve. Leygardagin vann Teitur eisini kappingina fyri børn í recurve, hann er bert fjúrtan ára gamal. Teitur ætlar sær at vinna tað hann kann. Hann venur fram til oyggjaleikir 2015. Løgreglan sóknast nú eftir einum miðaldrandi manni, sum kann hava sæð okkurt uttan fyri Markalíð 3 í Havn, har ein maður varð stungin mikukvøldið 20. november. Eitt vitni hevur greitt politinum frá, at hon hetta kvøldið um 10 tíðina møtti hesum manninum á niðaru gongubreytini á Marknagilsvegnum. Kvinnan gekk út eftir, meðan maðurin, sum sóknast verður eftir, rann á gongubreytini heim eftir Marknagilsvegnum. Maðurin sigst hava verið í vetrarjakka og vanligum klæðum, og politið vil fegin hava samband við henda mannin fyri at vita, um hann kann hava sæð okkurt, tá hann rann fram við gerningsstaðnum hetta kvøldið. PISA ein ein OECD kanning, sum samanber úrslitini hjá næmingum í øllum limalondunum og í nøkrum partnaralondum . Í heimshøpi luttaka nærum 500.000 næmingar í meira enn 60 londum. Kanningin fevnir um praktiskar uppgávur í lesing, støddfrøði í náttúruvísund. Talan er um uppgávur úr gerandisdegnum, har næmingurin kann brúka tað, sum hann dugur. FIFA hevur kunngjørt ein nýggjan styrkilista. Hóast tapið ímóti Malta í november, so hava Føroyar hálað seg 5 pláss upp eftir styrkilistanum. Vit kappast við oyggjar sum Barbados, Guam, Solomon oyggjar og Bermuda. Tó at Føroyar fara 5 pláss fram, so er hetta ein stór afturgongd síðan 2012. Tá lógu vit nummar 116, og væl framman fyri grannar okkara Ísland. Ísland hevði eitt gott bólkaspæl, men í playoff vórðu teir ov stuttir til HM endaspælið í Brasil 2014. Lutakastið til bólkaspælið til EM 2016 verður í Nice 23. februar 2014. Tey mongu viðurskiftini í felagsverklóg verða lýst við millum øðrum merkjamálinum, har hugt verður at Føroya Rætti, Landsrættinum, Hægsta Rætti og Gerðarrættinum. Í Brunsj greiðir Búgvi frá hugskotinum aftanfyri Smart Recordings. Práta verður um fleiri av teimum mongu verkætlanunum, ið hann arbeiðir við, og um komandi fløguna, Óskriva bløð, ið verður givin út fyrst í komandi ári. Búgvi greiðir eisini frá síni tónleikaligu bakgrund og frá útbúgvingini innan ljóð og framleiðslu, ið hann hevur tikið sum sjálvlesandi gjøgnum internetið. Ein spurningur, sum er heilt avgerandi fyri festibøndurnar, er munurin, keypa teir jørðina, um garðurin ikki gerst dýrari at reka, tá teir fáa eina rentubyrðu oman á hinar útreiðslurnar, sum longu tyngja raksturin. um skilst, so er at ætlanin hjá samgonguni, at tað almenna skal eiga meirlutan í einum nýggjum tunnilsfelag, men privat skulu hava møguleika at eiga upp til 49 prosent í felagnum. 63 ára gamli Oliver Jensen hevur verið venjari á hægsta stigi bæði í Danmark, Norra og í Póllandi. Hann var gestur hjá 3 2 saman við Kára Nielsen, U20 landsliðsvenjara. Triði partur av leiki í 15 pørtum, sum Vár Berghamar Jacobsen hevur skrivað. Kári Linderoth Jacobsen hevur gjørt tónleikin. Finnur Hansen er tøkningur. Landskassin hevur fingið knappliga 140 milliónir í veiðigjaldi og avreiðingargjaldi fyri sild og makrel í ár. 100 milliónir eru fyri makrel og 40 milliónir fyri sild. 30. november vóru komnar 138,8 milliónir krónur í tilfeingisgjøldum frá uppsjóvarvinnuni. Tað er nakað væl meira enn landsstýrið væntaði at fáa. Landsstýrið væntaði, tá lógin kom í tingið í vár, at fáa 107 milliónir krónur Tá varð samanborið vil fiskiskapin í fjør, sum tó ikki var so góður sum í ár. Sambært Fiskiveiðieftirlitinum eru báðar kvoturnar at kalla fiskaðar í ár. 1265 tons eru eftir av makreli. Kvotan er 143.795 tons. Og 677 tons av norðhavssild eru eftir. Kvotan er 105.230 tons. Møguleiki verður hjá privatum at eiga upp í 49 prosent av tunnilsfelagnum, sum eftir ætlan skal setast á stovn at byggja bæði Skálafjarðar og Sandoyartunnilin. Enn er ikki avgjørt, hvussu privati parturin av felagnum skal skipast. Men talan er um, at privatu partabrøvini møguliga verða eitt slag av B partabrøvum, sum fáa færri rættindi enn A partabrøvini. Talan er eisini um, at privata íløgan skal hava eitt rentuloft, soleiðis at privatu íleggjararnir ikki vinna meira enn 6 prosent fyri sínar íløgur. Lagt verður upp til, at peningurin, sum á langtíðaríløguætlanini er settur av til Sandoyartunnil, verður skotin inn í nýggja felagið. Talan er um slakar 400 milliónir krónur, ið eru settar av frá 2015 og fram til 2024. Ætlanin er, at kanningarnar til Skálafjarðartunnilin skulu vera lidnar um eitt ella tvey ár, og so skal tunnilin byggjast upp á trý ár. Tað vil siga, at Skálafjarðartunnilin kann vera liðugur umleið 2018. Aftaná tað, verður so farið undir Sandoyartunnilin. Landsstýrið og danska stjórnin eru vorðin samd um, at ríkisveitingin í 2014, 2015 og 2016 verður tann sama sum í ár, men tó prístalsviðgjørd hvørt ár sambært danska prístalinum. Uppskotið um ríkistveitingina er nú í Føroyanevndina, sum skal vera liðug við sítt álit í dag. Onnur viðgerð verður í fólkatinginum hósdagin í næstu viku og triðja viðgerð 17.desember. Danska stjórnin hevur givið landsstýrinum fulltrú at virka quot p vegne af Kongeriget Danmark for s vidt ang r Færøerne quot , nú landsstýrið hevur kært ES til heimshandilsfelagsskapin WTO. Tað stendur í einum uppriti hjá danska Uttanríkisráðnum. Føroyar bóðu tann 4.november WTO um at viðgera handilsforðingarnar hjá ES móti Føroyum. Men Føroyar eru ikki sjálvstøðugur limur í WTO. Ríkið Danmark er limur í WTO, so tí noyddist landsstýrið at biðja Danmark um fulltrú til at fara í WTO við ES. Og tað fekk landsstýrið. Hóast Føroyar sleppa at virka ríkisins vegna, er kongsríkið Danmark formligi mótparturin hjá ES í kærumálinum í WTO. Tað sama hendi í august, tá Føroyar stevndu ES inn fyri gerðarrætt eftir reglunum í havrættarsáttmálanum. Ein maður skrivar, at hann ógvast av makanum, sum skjótt skal eiga. Hon hevur sett sær fyri at eta móðurkøkuna, tí hon hevur lisið, at hetta skal vera gott fyri mjólkina. Annar maður skrivar, at hann kennir ikki konuna aftur. Hon hevur fingið eina skurðviðgerð móti fiti og avleiðingin er, at hann hevur fingið nýggja, slanka, spennandi konu. Hann óttast nú, at hann fer at keða konuna og ikki vera nóg spennandi longur. Kvinna stúrir fyri jólaborðhaldunum, sum eru nú. Maðurin drekkur ov mikið, ger seg fyri skommum og tá hann kemur heim um náttina, so er hann óður og rópar, so smáu børnini verða bangin. Skal hon fara á dyr við børnunum, tá maðurin fer í býin, ella hvat skal hon gera Fólkaskúlin eigur at verða skipaður av nýggjum. So fáa vit ein nógv betri skúla fyri somu pengar. Magnus Tausen er avgjørdur í sínari viðmerking í Skúlablaðnum, dagin eftir PISA dagin í gjár. Tá og seinni verður veruliga próvtøkan. Um úrslitini tá framvegis vera í verra lagi, so kunnu vit loyva okkum at stúra, sigur Magnus Tausen. Spurningurin er, sigur hann, um tiltøkini, sum vóru sett í verk fyri teimum, sum tá vóru í byrjanarflokkunum, hava hildið á øll árini uppeftir. Nógv var gjørt, tá tey gingu í 1., 2. og 3. flokki. Spurningurin er, um líka nógv er gjørt síðani. Tað kunnu vit við góðari grund ivast í, sigur Magnus Tausen við Skúlablaðið. Magnus Tausen ivast ikki eina løtu í, at tey næstu stóru stigini eiga at verða tikin í skúlabygnaðinum. Vit eiga at fara burtur frá at siga, at tað er í lagi við smáum skúlum, har lærarin skal undirvísa í nógvum lærugreinum á øllum aldursstigum, tí tað ber ikki til. Fara vit frá teimum minni skúlunum, so fer størri dentur at verða lagdur á serfrøðina hjá einstaka læraranum og harvið eina avmarkaða serfrøði, tá um ræður fak. Lærarin veruliga dugnaligur í tí, hann dugir og undirvísir í. Hetta ber bara til í stórum skúlum. Sum eru hava kommunurnar onga fíggjarliga motivatión at niðurleggja skúlar, og tí endar rokningin fyri verandi skipan í Mentamálaráðnum, sigur Magnus Tausen. Og hann leggur afturat, at fyri somu pengar, sum vit nú brúka upp á fólkaskúlan, kunnu vit fáa ein nógv betri skúla. Men tá krevst, at vit skipa hann av nýggjum. Í morgun gekk túrurin hjá okkum í Mariukirkjuna, har systir Maria vísti okkum kirkjuna og greiddi frá søguni hjá katólsku kirkjuni í Føroyum. Danski krimihøvundurin Sara Blædel hevur skrivað tíggju skaldsøgur, har av hin seinasta Dødesporet , kom út fyri fáum vikum síðani. Vit hittu kenda hvundan á Bókadøgunum í Norðurlandahúsinum 23. november. Tunnilsdagin letur Per á Hædd, myndamaður, upp eina forvitnisliga fotoframsýning í Spaniastovu í Klaksvík, við myndum, ið eru tiknar í Føroyum í 1911. Farna mánaðin hevur høvið verið at uppliva øðrvísi mentanartiltakið Hamskifti , ið Eventmálaríðið, ið er myndað av sjónleikarum Kjartani Hansen, kokkinum Gutta Winther, og tónleikarum Jens L. Thomsen, hevur skipað fyri. Vit hava vitjað í str m og gera eina niðurstøðu. Eitt nú væntar ES nevndarformaðurin, Jose Manuel Barroso, semju um makrelin áðrenn nýggjár, skrivar vágaportalurin, sum hevur tíðindini frá heimasíðuni hjá Wall Street Journal. Jose Manuel Barroso hevur verið á vitjan í Noregi og segði á tíðindafundi, at ein loysn eigur at verða funnin á makrel trætuni í ár. Hetta fram til nýggjárs er ein lagalig løta, og partarnir eiga at brúka hana at seta seg saman at finna eina loysn, segði Jose Manuel Barroso, ES nevndarformaður. Á tíðindafundinum kom eisini fram, at umboð fyri ES formansskapin vænta, at nýggir fundir vera millum ES, Noreg, Føroyar og Ísland áðrenn nýggjár. Og so kemur Maria Damanaki, ES fiskivinnukommiserur, væntandi til Føroya á almenna vitjan 11. og 12. august. SEV kennir einki til forarbeiðið, sum Røkt skal hava gjørt í sambandi við ætlanina at knýta ein pumpuskipan upp í byrgingarnar í Vestmanna. Tað sigur Jákup Suni Lauritsen, nevndarformaður í SEV. Hann sigur, at hetta er ein stór skipan, sum ikki er roynd aðrastaðni, og tí áliggur tað SEV ikki at fara fram eftir fummum. Jákup Suni Lauritsen sigur, at SEV hevur verið í positivum samstarvi við Røkt um pumpuskipanina. Tað heldur Magnus Tausen, stjóri í Námi og fyrrverandi formaður í Lærarafelagnum. Og nú vit hava tilfarið frá trimum pisakanningum liggjandi, hava vit skyldu til at hyggja at tí. Tað er fyrst og fremst bygnaðinum í skúlaverkinum, tað er galið viðm, sigur Magnus Tausen. Men Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, ætlar ikki at steingja nakran bygdaskúla við Pisakanningini sum grundgeving. Tað sigur Líggjas Johannesen, skipari og reiðari, nú felagið hevur gjørt av at keypa eitt frystilínuskip úr Noreg, sum skal koma í flotan í staðin fyri línuskipið Klakk , sum felagið hevur átt í 20 ár. Nýggja frystilínuskipið er á stødd við størstu línubátarnar, sum hava verið í føroyska flotanum, og tekur góð 300 tons av avhøvdaðum frystum fiski. Nýggi Klakkur fer væntandi í vinnu um hálvan januar. Verandi Klakkur hevur verið í føroyska flotanum síðani í 1960, men verður ikki partur av virkseminum hjá felagnum í framtíðini. Hvat verður gjørt við skipið, er ikki endaliga avgjørt, sigur Líggjas Johannesen. Í oktober komu og fóru færri ferðafólk enn í fjør, men vøkstur var aftur í november, 2,4 prosent. Tað, sum farið er av árinum, eru 220.874 fólk komin og farin um flogvøllin, er 9.7412 fleiri enn somu tíð í fjør. Og vøkstur hevur verið, hóast eingin flúgving hevur verið í sambandi við oljuvinnu í ár. Tølini hjá Vága Floghavn vísa, at nógv tey flestu ferðast millum Vágar og Danmark. Ísland er nummar tvey, og síðani koma Noreg og Bretland. Ein lítil framgongd hevur verið í ferðafólkatalinum á Bretlands leiðini, men færri ferðast á Noregs leiðini. Tað hevur helst samband við, at eingin oljuflúgving hevur verið í ár. Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn, sigur, at líkt er ikki til, at beinleiðis ruturnar hjá Atlantsflogi til Barcelona og Milano hava tikið nakað frá høvuðsleiðini til Danmarkar, men tað er vorðið ómakaleysari at ferðast beinleiðis suðureftir, og tað er eisini vorðið bíligari at ferðast suðureftir í háárstíð, sigur hann. At byggja nýggju farstøðina á flogvøllinum gongur sum ætlað. Tá veðrið batnar, verður takdúkur lagdur á bygningin, og tá kann farast undir at stoypa gólvið. Tænastubygningurin er innilokaður. Nýggja farstøðin skal eftir ætlan verða liðug í mai næsta ár. Talan er ikki um ovurhonds stórar nøgdir, sum londini kunnu fiska hjá hvørjum øðrum, men talan kann vera um eitt ískoyti hjá ávísum skipabólkum. Í ár hava grønlendsk skip havt loyvi at fiska 2.050 tons av sild í føroyskum ella í altjóða sjógvi, og grønlendingar hava havt loyvi at fiska nakað av sínu svartkjaftakvotu í føroyskum sjógvi. Haraftrat hava tríggir føroyskir trolarar ella línuskip havt loyvi at verið á royndarveiðu í Eysturgrønlandi, har tey hava havt loyvi at fiska 225 tons av toski og 275 tons av kalva ella svartkalva. Og tvey føroysk rækjuskip hava havt loyvi at fiska 100 tons av rækjum í Eysturgrønlandi sum royndarveiðu. Í fjør samdust londini um avtaluna í Keypmannahavn tann 7. desember. Samráðingarnar fyri næsta ár byrjaðu í dag, og ætlanin er at vera komin á mál í morgin. Umboð fyri Fiskimálaráðið og fyri vinnuna eru á fundinum í Keypmannahavn. Nú í vikuni fer Landsverk at góðkenna ætlanina um at umvæla Skúladepilin í Suðuroynni. Og so skal arbeiðið byrja í seinasta lagi um fýra vikur. Byggifelagið, sum bygdi skúlan, noyðist at rinda milliónirnar, sum fer at kostar, nú neyðugt er at koma aftur um aftur. Allir útveggirnir í Skúladeplinum í Suðuroynni skulu gerast av nýggjum, bæði innan og uttan. Orsøkin er bæði gjóstur og lekar. Og sambært semju millum Landsverk og byggifelagið MT Højgaard, sum bygdi skúlan, skal byggifelagið rinda kostnaðin. Sambært sýni og meting, sum vórðu gjørd fyri einum ári síðani, kostar arbeiðið 16 milliónir krónur Men einki hámark er sett fyri, hvussu nógv, MT Højgaard skal rinda. Felagið skal, sambært semjuni, rinda tað, sum arbeiðið kostar, eisini um tað kostar meira enn 16 milliónir krónur, sigur Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki. Arbeiðið byrjar væntandi fyrst í komandi árinum. Tað skal byrja í seinasta lagi fýra vikur eftir, at Landsverk hevur góðkent verkætlanina. Og tað verður væntandi í hesari vikuni, at verkætlanin verður góðkend, sigur Ewald Kjølbro. Tvey eftirlit vera við umvælingini. MT Højgaard fer at hava sítt eftirlit, og Landsverk fer eisini at hava eftirlit við arbeiðinum. Arbeiðið er mett at taka fýra til seks mánaðir. Tað skal vera liðugt, tá næsta skúlaár byrjar, sigur Ewald Kjølbro. Gerðarrættur varð settur at loysa málið um útveggirnar í Skúladeplinum. Men hann gjørdi tó ongan úrskurð, tí semja fekst millum partarnar. Landsverk bað um sýn og meting fyri einum ári síðani fyri at vita, hvussu nógv, Landsverk skuldi stevna MT Højgaard eftir, um neyðugt gjørdist at fara í rættin við málinum. Meðan Skúladepilin verður umvældur, flytur Heilsuskúlin í Vágs skúla. Sunnari endin, har sum Heilsuskúlin er, verður umvældur fyrst. Tá hann er liðugur, flytur Miðnámsskúlin í tann endan, meðan norðari endin verður umvældur. Tað kostar ikki Mentamálaráðnum annað enn at leiga bilar til flytingina at flyta Heilsuskúlan til Vágs, verður upplýst í Mentamálaráðnum. Landsverk upplýsti í 2010 fyri løgtinginum, at Skúladepilin í Suðuroynni kostaði góðar 104 milliónirkrónur Við í prísinum var arbeiðið at gera grundstykkið til Hamragarð í Vági byggiklárt. Fleiri starvsfólk á arbeiðsmarknaðinum serliga kvinnur noyðast at arbeiða niðursetta tíð ímóti teirra vilja. Kjak millum forkvinnuna í felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, stjóran á Landssjúkrahúsinum og landsstýrismannin í vinnumálum. Fjórði partur av leiki í 15 pørtum, sum Vár Berghamar Jacobsen hevur skrivað. Kári Linderoth Jacobsen hevur gjørt tónleikin. Finnur Hansen er tøkningur. Sirið Steenberg, forkvinna í Landsstýrismálanevndini, hevur sent Jógvani á Lakjuni, tingformanni, og Súsonnu Danielsen løgtingsstjóra, eitt skriv, har hon mælir til, at farið verður afturumaftur í valinum av kanningarstjóra í tunnilsmálinum. Sirið Stenberg, forkvinna í Landsstýrismálanevndini, hevur sent Jógvani á Lakjuni, tingformanni, og Súsonnu Danielsen løgtingsstjóra, eitt skriv, har hon mælir til, at farið verður afturumaftur í valinum av kanningarstjóra í tunnilsmálinum. Komið er fram, at Annfinn V. Hansen, advokatur, sum er settur kanningarstjóri, alment hevur úttalað seg um málið um Skálafjarðatunnilin í samrøðu við útvarpið 29. august. Nakað, ið Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, hevur sagt diskvalifiserar ein sum kanningarstjóra. Og at Annfinn V. Hansen, advokatur, førir ein sak fyri løgmansskrivstovuna, sum er umsitingin hjá Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, sum verður kannaður í málinum um Skálafjarðatunnilin. Líggjas Johannesen, skipari og reiðari, sigur, at tað eru møguleikarnir á Flemish Kap, sum er beinleiðis orsøkin til, at teir tora at gjøra íløguna. Og aðrir hugsa at gera tað sama. Líggjas Johannesen, skipari og reiðari, er heldur ikki so svartskygdur um fiskiskapin á landleiðini. Hetta skrivar NRK á heimasíðuni. Tað eru granskarar á lærda háskúlanum í Lund, sum hava gjørt kanningar í lítla afrikanska landinum Guinea Bisseau, sum hava funnið fram til nýggja HIV slagið. Nýggja HIV slagið er ein blanding av tveimum av mest vanligu HIV virusunum, 02AG og A3. Talan er um ein sonevndan rekombintant, ið ger, at AIDS brýtur skjótari út hjá fólki, sum verða smittað. Rekombinanturin tykist vera meira seiglívaður og ágangndi, enn tey bæði HIV sløgini, hann er sprettur burturúr, sigur Angelica Palm, doktari við lærda háskúlan í Lund. Tað eru 30 ár síðan at HIV varð uppdagað. Fyrstu árini var læknavísundin maktarleys í bardaganum móti virussini, sum elvir til AIDS, men í dag er viðgerð so mikið góð, at AIDS sjúklingar kunnu liva leingi við sjúkuni. Samstundis sum partabrøv í Atlantic Petroleum nú eisini kunnu seljast og keypast í norska keypsskálanum, hevur felagið lýst eina millión og 575.000 nýggj partabrøv til sølu. Hetta skal geva felagnum 150 til 200 milliónir krónur í nýggjum kapitali. Atlantic Petroleum hevur stórar ætlanir um at leita eftir olju í norska landgrunninum og heldur tað vera hóskandi at hækka kapitalin og skráseta felagið í Norra. Nógvir føroyingar hava okkurt tilknýti til Landssjúkrahúsið. Vit fara hagar við smáum snuddum, og tá løstirnir eru stórir. Í dokumentarrøðini, sum byrjar í kvøld, fylgja vit nøkrum starvsfólkum á Landssjúkrahúsinum í teirra arbeiðsdegi. Í fyrstu sendingini eru vit millum annað á krabbameinsdeildini B6, hjartadeildini B8 og barnadeildini B5. Lagt til rættis hava Ivan Hentze Niclasen og Bjarni Árting Rubeksen. gjár varð nýggi venjarin at taka yvir hjá Kára Horn settur. Julian Johansen er 23 ára gamal, og hevur til nú spælt við besta mansliðnum hjá Kyndli. Hann hevur seinasta hálvárið vant besta mansliðið hjá F Føroyum, og hevur royndir sum ungdómsvenjari hjá Kyndli, har hann hevur verið venjari í sjey ár. Julian sigur soleiðis um avbjóðingarnar sum liggja fyri framman. Eg fari altíð bjartskygdur til verka óansøð hvør uppgávan er. Uppgávan hjá leikarunum og mær er at finna fótafestið aftur. Nógvir skaðar hava gjørt um seg, og hetta órógvar sjálvandi ein deil. At fyrrverandi venjarin Kári Horn noyddist at gevast, elvir harvið eisini til ótryggleika í hópinum. Men vit hyggja frameftir, liðið skal aftur á beint. Eg fari ikki at seta nakað nummar á hvar vit enda tá kappingin er av, tað fer tíðin at vísa. Sunnudagin spælir Neistin ímóti grannunum úr Kyndli. Kyndil sum júst er fyrrverandi felagið hjá nýggja Neista venjaranum, spældi seinast javnleik 15 15 ímóti Neistanum. Eg skal vísa at eg eri egnaður til uppgávuna.Tað verið eg noyddur at prógva beinanvegin. At eg eri javngamal ella yngri enn summir leikarar, hevur einki at siga. Eg eri sannførdur um, at eg eri førur fyri at standa á odda fyri liðinum. Eg fari til verka við einum jaligum hugburði. At fyrsta mótstøðuliðið er Kyndil hevur ongan týdning. Metti eg at hetta var ein forðing, so hevði eg ikki tikið av starvinum. Julian Johansen sigur at enda, at eingin støða er tikin um hann hevur spælt sín síðsta hondbóltsdyst. Beint nú er tað bara venjarastarvið sum verður raðfest. Neyðugt er at broyta lógina frá 2011 um vardar íbúðir í Klaksvík og Runavík til fólk við serligum tørvi. Ætlanin var, at tær 24 íbúðirnar skuldu vera lidnar næsta ár. Sambært Almannamálaráðnum hava ymisk viðurskifti viðvíkjandi grundstykkjunum og útbjóðingini seinkað verkætlanini. Arbeiðið varð ikki boðið út fyrr enn 27.juni í ár. Hóast byggingin fer at kosta fimm milliónir meira, verður ikki neyðugt at hækka fíggjarkarmin, sigur Almannamálaráðið. Í staðin fyri verður raðfest umaftur. Í Svínoy hava tey fingið betri havnaviðurskifti, nú ein verjugarður og betri trygdarútbúnaður er gjørdur fyri 1,25 milliónir krónur. Saman við Klaksvíkar kommunu hevur Landsverk gjørt ymsar ábøtur á havnalagnum við Eiðið, har onnur atløgubryggjan til ferðasambandið í Svínoy liggur, eins og ábøtur eru gjørdar við havnaløgini við bygdina. Ein seks metur langur verjugarður er gjørdur úti í Glógvansurð, sum hevur til endamáls at verja uttasta partin á bryggjuni, har tað breyt og kundi gera bryggjuna rættiliga hála. Dekkini á øllum trimum havnaløgunum í Svínoy í Glógvansurð, í Víkini og við Eiðið eru øll bøtt og slættaði við einum tunnum betonglagi omaná, har tað hevur verið neyðugt. Anders E. Bøgesvang er 48 ára gamal, og útbúgvin serlækni í anæstesiologi narkosulækni við góðkendari sergrein innan pínuviðgerð og pínulinnan palliatión , og hevur millum annað starvsroyndir sum yvirlækni og deildaryvirlækni í norska heilsuverkinum umframt frá egnari klinikk. Á fløgunum eru 33 skemtileikir, har Hermann Jacobsen er bindiliðið í øllum upptøkunum. Ein upptøka er við Dalla. Sjey brot eru við Palleba og Fossadun, sum ávikavist Hermann og Olivur Næss spældu. Umframt teir báðar, so hoyra vit Hera Smith, Oskar Hermannsson, Elina Mouritsen, Óla Kurt Hansen, Sonna Smith, Gunvør Jensen, Flemming Samuelsen, Eyðun Johannesen, Niels Juel Arge og Ívar Iversen. Hermt verður eftir kendum fólki, millum annað Jóhan Nielsen, Atla Dam, gamal landslæknanum, Erlendi Paturssyni og Jákup Frederiki Øregaard. Martin Joensen hevur sniðgivið. Súni Selfoss hevur talgildað og Finnur Hansen hevur reinsað tilfarið. Forlagið Glint gevur út í samstarvi við Kringvarp Føroya. Tórður Johannesarson hevur lagt til rættis. Eitt djúpt lágtrýst, sum fer um norðskjógvin og yvir sunnara part av Noregi hevur heilt nógvan vind við sær, og stórur partur av ferðsluni bæði á sjógvi og landi liggur still í dag, serliga í Danmark og í Suðurnoregi. Fíggjarnevndin er biðin um at hækka játtanina til eldraøkið slakar 3,7 milliónir krónur næsta ár. Landsstýrið hevur sent Fíggjarnevndini broytingar í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2014. Annika Olsen hevur svarað spurningi frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, um avleiðingarnar, nú játtanin til eldraøkið skal lækka 4,6 milliónir krónur næsta ár. Tað stendur í viðmerkingunum til fíggjarlógaruppskotið. Annika Olsen sigur, at síðani spariætlanin fyri eldraøkið varð løgd, eru fíggjarligu fortreytirnar broyttar við eykajáttanum í ár. Landsstýriskvinnan heldur tó fast um, at neyðugt er at halda fram við ætlanini at umskipa ótíðarhóskandi eldrasambýli. Hon væntar kortini ikki, at hendan ætlan ber á mál næsta ár. Men fyri at leggja upp fyri, at sparingarnar, sum ikki bera á mál í 2014, fáa avleiðingar fyri tænastuna á eldraøkinum, hevur landsstýriskvinnan í broytingaruppskoti til Fíggjarnevndina biðið um, at játtanin til eldraøkið verður hækkað í 2014. Mælt verður til at seta í gildi ríkislógartilmæli fyri Føroyar partar av broytingum í hjúnabandslógini og rættarvirknaðarlógini við tilhoyrandi skjølum. Í sendingini eru hesi evni á skránni Ebba Hentze ummælir stuttsøgusavnið Laterna Magica hjá William Heinesen, Klaksvíkar musikskúli er byrjaður aftur, Listaframsýning í Listaskálanum, Kunningarstovuna í Klaksvík og kappingina Ársins songlerkur. Samstundis dyrgir felagið eftir 200 milliónum í nýggjum kapitali. Partabrævasølan nú skal geva felagnum 150 til 200 milliónir krónur í nýggjum kapitali. Eisini svara tey manni, sum spyr hví eitt heilt arbeiðspláss er eftir honum, bert tí hann gjørdi tað rætta segði sannleikan. Ein kvinna veit ikki hvussu hon skal koma víðari, og bjarga parlagnum, eftir at maðurin hevur verið ótrúgvur. Sambært uppskotinum, sum liggur á borðinum, verður talan um eitt partafelag, sum skal byggja bæði Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin, men Eysturoyartunnilin fyrst. Hann skal vera liðugur í 2018, og so verður farið undir Sandoyartunnilin. Felagið verður í minsta lagi 51 prosent alment og í mesta lagi 49 prosent privat. Sambært Degi og viku týskvøldið vera privatu partabrøvini eitt slag av B partabrøvum, sum fáa færri rættindi enn A partabrøvini hjá landinum. Talan er eisini um, at privata íløgan skal hava eitt rentuloft, so privatu íleggjararnir ikki vinna meira enn seks prosent fyri sínar íløgur. Ætlanin er, at peningurin, sum á langtíðaríløguætlanini er settur av til Sandoyartunnilin, verður skotin inn í nýggja partafelagið. Talan er um slakar 400 milliónir krónur, sum eru settar av frá 2015 til 2024. Sum skilst skal landskassin veðhalda fyri lánum hjá partafelagnum. Samráðingarnar millum Føroya Pedagogfelag og almennu arbeiðsgevararnar slitnaðu á málstrikuni. Tað skrivar Pedagogfelagið á heimasíðu síni. Seint í gjár sendi Pedagogfelagið boð eftir semingsmonnunum. Samráðingarnar millum Føroya Pedagogfelag øðrumegin og lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hinumegin slitnaðu seinnapartin týsdagin, tí ósemja tók seg upp um útrokningarnar í sambandi við, at farast skal frá at rokna viðbøturnar fyri ólagaliga arbeiðstíð út í krónum og oyrum til í staðin at rokna tær í prosentum av lønini. Pedagogfelagið kom til ta niðurstøðu, at partarnir ikki einsamallir megnaðu at koma úr stað, og tí var Semingsstovnurin boðsendur. Eg harmist um, at partarnir ikki sjálvir megnaðu at gera arbeiðið liðugt, tí vit vóru at kalla komin á mál týsdagin. Sáttmálin var prentaður út til undirskrivingar, tá eg varnaðist, at nakrar týðandi útrokningar ikki svaraðu til tað, vit hildu okkum vara samd um. Tað kann ljóða sum ein bagatell, men munurin hevur stóran týdning fyri okkum. Vit komu ikki longur týsdagin, og eftir at okkara advokatur í gjár hevði samband við mótpartin, máttu vit bara staðfesta, at semingsmenninir mugu upp í leikin, sigur Maud Wang Hansen, forkvinna í Føroya Pedagogfelag. Hon hevur ikki hug at koma nærri inn á, hvat ítøkilga ósemjan um útrokningarhátt snýr seg um, tí hesin spurningurin nú verður ein partur av semingsroyndunum. Mánadagin vóru Ólavur Groth, Jegvan Bæk og umboð frá sendingini Góðan Morgun Føroyar, í bakkanum í berginum á Gomlurætt, fyri at venja Ólav við hæddirnar. Veðrið var av tí ringasta, so menn vóru ikki heilt álviligir við støðuna. Lurtið her eftir innslagnum Høvundarnir eru Tóra Petersen, psykologur á Psykiatriska Deplinum á Landssjúkrahúsinum og ph.d lesandi við Syddansk Universitet í Odense, og Ask Elklit, professari og leiðari fyri Videnscenter for Psykotraumatologi við Syddansk Universitet í Odense, lýsa í greinini møguligar psykologiskar vandafaktorar, sum kunnu setast í samband við posttraumatiska strongd. Posttraumatisk strongd ella PTSD varð í 1980 staðfest sum psykiatrisk sjúka, ið kann raka fólk, eftir at tey hava verið fyri álvarsligari ella traumatiskari hending. Til tess at fyribyrgja PTSD og betra um viðgerðina, verður alsamt meira granskað innan viðurskifti, sum hava ávirkan á, um menniskju fáa PTSD, eftir at tey hava verið fyri álvarsligum hendingum. Hinvegin hevur gransking av vaksnum víst, at psykologisk tilknýtismynstur hava ávirkan á, hvussu fólk koma seg eftir traumatiskar hendingar. Sambært rithøvundunum, er henda kanning millum tær fyrstu í heiminum, sum kannar PTSD og psykologisk tilknýtismynstur sæð út frá einum tvørmentanarligum sjónarhorni. Psykologiskt tilknýti sipar til tann viðfødda tørvin, vit menniskju hava at knýta bond við onnur. Út frá teim upplivingum og royndum vit hava sum børn, menna vit eitt tilknýtismynstur, eitt sokallað innara arbeiðsmodel, sum millum annað ávirkar, og um vit leita okkum hjálp, vegleiðing, stuðul og tryggleika frá øðrum í okkara roynd at meistra avbjóðingum, sorg ella traumatiskum hendingum, sigur Tóra Petersen, psykologur, við heimasíðuna lsh.fo. Meira enn helmingurin av teim føroysku ungu vóru tilvitað um, at tey høvdu eitt trygt tilknýti, meðan tað øvugta var galdandi í Danmark og í Íslandi, har størsti parturin hevði eitt víkjandi tilknýti. Hóast lítið av gransking enn finst innan økið, verður hildið, at trygt tilknýti er tað, sum eyðkennir størsta partin av okkum, og at trygt tilknýti minkar um vandan fyri at menna PTSD eftir álvarsligar hendingar. Størsti parturin av teim føroysku ungu við PTSD høvdu trygt tilknýti, tann størsti parturin av teim donsku ungu, sum høvdu uppfylt krøvini fyri PTSD, høvdu víkjandi tilknýti, meðan tey íslendsku ungu við PTSD vóru nøkulunda javnt býtt millum tey fýra tilknýtismynstrini. Harafturat benda úrslitini á nøkur týdningarmikil viðurskifti at ein psykologiskur faktorur, sum verður mettur at vera ein verjandi faktorur í einum landi, kann vísa seg ikki at hava tey somu verjandi árinini í einum øðrum landi. Tí er týdningarmikið, at mannagongdir og viðmæli í mun til fyribyrging og viðgerð eisini taka støði í tvørmentanarligari gransking og royndum. Krabbameinssjúklingar eru ofta hart raktir av føðslutroti, orsakað av sjúkuni sjálvari, hjáárin til viðgerðina, skeivum mati osfr. Sjúklingar, ið eta ov lítið og tapa seg nógv, tola ofta ikki tí hørðu viðgerðina, og tískil kann tað hava við sær, at til dømis kemoviðgerð má útsetast ella í summum førum heilt steðgast, tí sjúklingurin er ov veikur. Umleið triði hvør krabbameinssjúklingur, ið doyr, doyr orsakað av føðslutroti. Nógvar kanningar hava víst, at kostráðgeving og orku og proteinríkur matur og drykkir gera heilt stóran mun hjá krabbameinssjúklingum, soleiðis at lívsgóðskan og útlitini gerast betri Ravasco et al. J Clin Oncol 2005 . Annika Olsen, landsstýriskvinna, ynskir at styrkja tann partin av heildarætlanini um harðskap i parløgum og nærsambondum, sum umfatar sálarliga viðgerð til harðskapsraktar kvinnur. Kvinnuhúsið, sum samskipar hetta arbeiðið, hevur fingið játtan samsvarandi heildarætlanini, men tað hevur víst seg, at tørvur er á meiri pening til sálarliga viðgerð til harðskapsraktar kvinnur. Starvsfólk í Kvinnuhúsinum og sálarfrøðingar, sum arbeiða innan hetta økið, siga, at kvinnur, ið hava verið fyri harðskapi í longri tíð, hava brúk fyri sálarfrøðiligari hjálp í eina tíð, og meiri, enn tær 2 3 ferðirnar, sum heildarætlanin upprunaliga leggur upp til. Við øktu játtanini skuldi verið gjørligt hjá fleiri kvinnum at fáa hjálp, eins og tær einstøku kvinnurnar eisini kunnu fáa fleiri viðgerðir hjá sálarfrøðingi. Grønlendsk skip fáa loyvi at fiska 50 tons fleiri av sild í føroyskum sjógvi, og 5.000 tons av svartkjafti, sum Grønland fær umvegis NEAFC. Føroyska toskakvotan í Eysturgrønlandi verður 355 tons, og føroysku svartkalvakvoturnar í Eysturgrønlandi og í Vesturgrønlandi verða óbroyttar ávikavist 275 tons og 100 tons. Grønland fær 2.100 tons av norðhavssild at fiska í føroyskum sjógvi, og eitt grønlendskt línuskip kann royna eftir botnfiski í føroyskum sjógvi í upp til 60 dagar. Harumframt fær Grønland atgongd at veiða 5.000 tons av svartkjafti, sum Grønland fær tillutað gjøgnum NEAFC, í føroyskum sjógvi. Hóast sínámillum fiskiveiðiavtalan millum Føroyar og Grønland er lítil í vavi, so haldi eg, at hon er ein týðandi liður í okkara samstarvi . Eg gleðist um, at tað aftur í ár eydnaðist at koma fram til eina skilagóða avtalu fyri báðar partar, sigur Jacob Vestergaard landsstýrismaður . Danska stjórnin fer at leggja fram uppskot fyri fólkatingið, um at alt sum læknar tjena, tá teir í frítíðini arbeiða fyri heilivágsfyritøkur, skal í framtíðini almannakunngerast. Uppskotið verður lagt fram, tí í fleiri ár, hevur óvissa valdað um nógva samskiftið sum er ímillum læknar og heilivágsfyritøkur, og spurnartekin er sett við, hvussu eftirfarandi læknareru . Tí skal tað í framíðini vera alment, hvussu nógv læknar, tannlæknar, apotekarar og onnur í heilsuverkinum tjenar, tá tey arbeiða fyri heilivágsfyritøkur. Vilja hava gjøgnumskygni Tað er neyðugt at hava gjøgnumskygni, tí alsamt fleiri seta spurnartekin við habilitetin hjá læknum og øðrum, sigur danski heilsumálaráðharrin, Astrid Krag við DR. Sum nú er, ber til at síggja, hvørjir læknar hava samstarv við heilivágsfyritøkur, men í framtíðini skal eisini bera til at síggja, hvussu stóra inntøku teir hava av samstarvinum. Læknarnir taka undir við uppskotinum, tí tað er neyðugt við gjøgnumskygni, fyri at sleppa undan ivanum sum nú valdar, sigur formaðurin í Læknafelagnum, Mads Koch Hansen. Heilivágsfyritøkurnar taka eisini undir við uppskotinum so allur ivi kann beinast av vegnum. Men l æknar sum nevna seg læknar uttan stuðul, taka ikki undir við uppskotinum. Tað ber ikki til, at læknar sum arbeiða fyri heilivágsfyritøkur, undirvísa øðrum læknum, hvussu heilivágur skal gevast, sigur ein av læknunum, Thorsten Schumann. Meðan kappingin í Effodeildini hevur verið spæld í ár, hevur heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum skipað fyri atkvøðugreiðslu um besta mál í hvørjum mánaði. Súni Olsen í B36, Heðin Hansen í Víkingi, Gunleif Olsen í 07 Vestur, Dion Splidt í AB, Árni Frederiksberg í NSÍ, Ragnar Tausen í HB og Øssur Dalbúð í ÍF. Sandoyartingmaðurin, Gerhard Lognberg, mælir tinginum til at heita á landsstýrið um at kanna, hvussu stuðul kann latast til flakavinnuna at keypa frystan fisk úr triðjalondum og Noregi at virka í Føroyum. Tað skrivar sandportal.fo. Gerhard Lognberg sigur í viðmerkingunum til uppskotið, at hetta fer at koma øllum í landinum til góðar, serliga har smærri virkir eru, og sum ongan fisk hava, og tískil kundu keypt triðjalandsfisk ella norskan fisk. Í dag eiga virkini skipini, sum tí bert landa til síni virki. Í til dømis Sandoynni eru eingi skip, sum hoyra til virki, og tískil fær virkið, ið er í gongd í dag, nærum ongan fisk. Møguleikin, sum var fyri at keypa á uppboðssøluni, er ikki til meira, og tískil er møguleikin, sum Sandoyggin og onnur høvdu, tá ið kravið var, at ein triðingur skuldi fara um uppboðssøluna, púra burtur, sigur Gerhard Lognberg. Tingmaðurin vísir á, at tað verður ein stórur trupulleiki kring landið og í Sandoynni, um flakavirkini detta niður fyri, og tí átti landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum eftir hansara tykki at gjørt alt fyri, at flakavirkini sleppa í gongd aftur. Víðari vísur uttanflokkatingmaðurin á, at størsti trupulleikin í tilgongdini við at keypa frystan fisk er at fíggja fiskin, frá tí at hann er keyptur, til dømis í Noregi, og til hann er liðugt viðgjørdur í Føroyum og seldur aftur. At landið stuðlar hesi mannagongd, fer ikki at verða ein útreiðsla fyri landið, men ístaðin ein stór inntøka. Fólk sleppa aftur til arbeiðis og koma harvið at rinda skatt bæði til land og kommunur, ístaðin fyri at vera í til dømis ALS skipanini, sigur Gerhard Lognberg millum annað í viðmerkingunum til uppskot sítt. Nógvir føroyingar hava okkurt tilknýti til Landssjúkrahúsið. Vit fara hagar við smáum snuddum, og tá løstirnir eru stórir. Í dokumentarrøðini fylgja vit nøkrum starvsfólkum á Landssjúkrahúsinum í teirra arbeiðsdegi. Í fyrstu sendingini eru vit millum annað á krabbameinsdeildini B6, hjartadeildini B8 og barnadeildini B5. Lagt til rættis Ivan Hentze Niclasen og Bjarni Árting Rubeksen. Politikarar og landsstýrisfólk hava seinastu árini tosa nógv um endurvenjing. Men ov lítið hendur í praksis, tí ov fáir pengar verða játtaðir til endamálið. Tað halda fysioterapifelagið, Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarafelagið og ergoterapeutfelagið Fyrsti demokratiskt valdi forsetin í Suðurafrika, Nelson Mandela, andaðist í kvøld, 95 ára gamal, eftir drúgva sjúkralegu, í heimi sínum í Johannesburg. Nelson Mandela gjørdist heimskendur fyri stríð sítt móti rasistiska apartheidstýrinum, ið setti dám á Suðurafrika fram til 1994, tá Mandela sjálvur gjørdist forseti í landinum. Tað var ikki uttan kostnað, at Nelson Mandela stríddist móti apartheidstýrinum í Suðurafrika, tí hann sat fongslaður ein stóran part av lívi sínum. Í 1990 hevði Nelson Mandela sitið fongslaður á Robben Island í 27 ár fyri uppresistrarsinni sítt mótvegis apartheidstýrinum í landinum. Í summar gjørdist Nelson Mandela álvarsliga lungnasjúkur. Útlendskir miðlar skrivaðu í summar, at tað gekk fram á við heilsuni, men Mandela kom ikki fyri seg aftur. Stjórnarleiðarin í Suðurafrika, Jacob Zuma, boðaði í beinleiðis sjónvarpsrøðu í kvøld frá, at Nelson Mandela andaðist í kvøld. Mandela varð innlagdur á sjúkrahús við lugnabruna tann 8. juni í ár. Heilsustøðan hevur verið álvarsom allatíðina. Heimurin hevur í kvøld sagt einum av størstu friðarhetjunum farvæl. Hann gav sítt lív til stríðið ímóti apartheid í Suðurafrika. Nú hann bað farvæl er hann vorðin ímynd av demokrati, fyrigeving og humanismu. Okkara tjóð hevur mist sín størsta son. Okkara fólk hevur mist pápa sín, segði Jacob Zuma í røðuni í kvøld um Mandela, sum fekk Nobel friðarheiðurslønina í 1993. Tann 27. apríl komandi ár fer Suðurafrika at hátíðarhalda, at 20 ár eru liðin, síðan fyrsta demokratiska tjóðartingsvalið varð hildið. Henda dagin í 1994 varð sjøtul settur á eitt nýtt fólkaræðisligt tíðarskeið í Suðurafrika. Oddamaðurin var Nelson Mandela, sum á valinum varð valdur til forseta. Stríðið at fáa fólkaræðið at valda í landinum, var stríggið. Í 1949 var Mandela ein av oddamonnunum í mótmælisrørsluni, sum politiski flokkurin ANC, African National Congress, stóð fyri. Flokkurin varð stovnaður í 1912. Aðalmálið var at vinna teimum myrku atkvøðurætt í Suðurafrika. Við tíðini mentist fólkafylkingin og fór at stríðast fyri javnrættindum sum heild. Um hetta mundi var skipaður skilnaður millum fólkini í Suðurafrika. Lóggávur ásettu, at tey hvítu høvdu munandi betri rættindi enn tey myrku, sum av somu orsøk vóru illa kúga. Karismatiski Mandela vann sær skjótt stóra viðurkenning og var ímyndin av fólkaræðisligu rørsluni. Stjórnin royndi at køva mótmælisrørsluna, og Mandela og fleiri av partamonnum hansara vóru handtiknir í 1964. Ætlanin var upprunaliga at døma hann til deyða, men tá avtornaði varð hann settur í varðhald fyri lívið. Hann sat fongslaður í 27 ár, 18 av árunum á avbyrgda Robben Island í 27 ár. Øll árini royndi demokratiski vesturheimurin at trýsta apartheidsstjórnina í Suðurafrika at broyta politikk, og somuleiðis leyslata Mandela og partamenn hansara. ST setti eisini handilsforðingar fyri Suðurafrika. Tað fekk stórar búskaparligar avleiðingar. Í áttatiárunum hoknaði stjórnin fyri trýstinum. Frederik Willem de Klerk tók við sum forseti í 1989, og hann fór beinanvegin undir tilgongdina at seta apartheid lóggávurnar úr gildi. Ótroyttiligi Nelson Mandela, sum enn var bæði likamliga og sálarliga væl fyri, varð leyslatin í 1990. Uttan hevndarhug og at bera agg fór hann undir samráðingar at fáa eina fólkaræðisliga skipan í Suðurafrika. Treytaleysa fyrigevingin er ein av størstu varðum hansara. Fyrsta demokratiska valið var tann 27. apríl í 1994, og tá var 77 ára gamli Nelson Mandela valdur til forseta. Starvið røkti hann í fimm ár. Suðurafrikanska flaggið, sum kom í gildi í 1994, hevur seks litir. Litirnir skulu mynda samanhald millum nógvar ymsar mannabólkar. Stjórnin hevur enn ikki fingið bilbukt við búskaparligu avbjóðingarnar í Suðurafrika. Livistøðið er enn ómetaliga ójavnt. Í stórum parti av landinum eru bústaðarviðurskiftini stak vánalig, arbeiðsloysið er høgt, og har er nógvur kriminalitetur. Tað eru nógvar familjur, sum ikki hava umstøður at senda børnini í skúla, og heilsutrygdin er vánalig. Í øðrum økjum í landinum eru húsarhaldini væl fyri. Mandela hevur verið heilsuveikur seinastu árini. Hann hevur ikki víst seg alment, síðan Suðurafrika skipaði fyri heimsmeistarakappingini í fótbólti í 2010. Dagurin 18. juli, tá hann hevði føðingardag, er altjóða Mandela dagur. Tað avráddi ST í 2009. Dagurin skal minna okkum á tann stóra týdningin, hann hevur havt fyri fólkaræði og friðin í heiminum. Samstundis mælir felagsskapurin øllum til at elta slóð hansara ein slóð við javnrættindum, rættvísi og friði. Sum Mandela ofta er endurgivin fyri at siga Barack Obama, forseti í USA, hevur somuleiðis hildið røðu í kvøld, nú Mandela andaðist. Hann segði, at vit fáa aldrin ein slíkan persón aftur. Nelson Mandela rakk størri úrslitum, enn vit kunnu vænta av nøkrum menniskja. Í dag er hann farin heim. Hann er nú partur av fortíðini, segði Obama. Umleið 100 áhoyrarar, fyrst og fremst ungfólk og fyri tað mesta fólk sum halda, at samkynd skulu sleppa at gifta seg, vóru møtt í tinginum í morgun at vísa sín stuðul. Ungmannafeløgini hjá Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum og LGBT høvdu undan tingfundinum heitt á fólk um at koma, og so nógv vóru møtt, at pláss ikki var fyri helvtini inni í sjálvum tingsalinum. Eisini uttanfyri í bítandi kuldanum gjørdu ungmannafeløgini hjá Tjóðveldi og hjá Javnaðarflokkinum vart við síni sjónarmið við einum brúdleypshappening. Men føroyskt desemberveður egnar seg ikki so væl til útibrúdleyp. Spurningurin hevur fylgt nógv í almenna orðaskiftinum seinastu árini, men í morgun var spurningurin loksins blivin búgvin til viðgerð í løgtinginum. Rørslan, sum stríðist fyri mannarættindum, stendur í takksemisskuld til Nelson Mandela. Tað sigur Amnesty International í fráboðan í kvøld, nú suðurafrikanska friðarhetjan andaðist. Nelson Mandela var politiskur fangi, sum varð hildin aftur orsakað av samvitsku hansara. Hann skilti og merkti á egnan kropp, hvussu tað, at bólkar verða útihýstir, oyðileggur sosiala samanhangin í einum landi. Salil Shetty, aðalskrivari hjá Amnesty International sigur, at Nelson Mandela broytti allan heimin, tá hann noktaði at góðtaka órættvísið í Suðurafrika. At Nelson Mandela er deyður er ikki bara ein missur fyri Suðurafrika. Tað er ein missur fyri øll kring heimin, sum berjast fyri frælsi, fyri rættvísi og fyri at steðga mismuni, sigur Salil Shetty. Stríðið hjá Nelson Mandela fyri mannarættindum varð eyðkent av ósvikaliga vilja hansara at burturbeina rasumismun undir apartheit, sigur Salil Shetty. Amnesty International útnevndi Nelson Mandela at vera samvitskuumboðsmann í november 2006. Tað var fyri at viðurkenna arbeiði hansara í nógv ár við finnast at brotum á mannarættindini, ikki bara í Suðurafrika, men kring allan heimin. Fimti partur av leiki í 15 pørtum, sum Vár Berghamar Jacobsen hevur skrivað. Kári Linderoth Jacobsen hevur gjørt tónleikin. Finnur Hansen er tøkningur. Talið er í einum yvirliti, sum vísir, hvussu nógvar pengar, Landsverk hevur brúkt í ár til tær nógvu verkætlanir, ið Landsverk umsitur. Sambært yvirlitinum hevur Copenhagen Infrastructure Partners framvegis ikki fingið milliónina, sum danska íløgufelagið skuldi fáa, tí sáttmálin um Eysturoyartunnilin ikki er undirskrivaður. Og milliónin verður ikki goldin í ár. Í yvirlitinum er eisini ein teigur við útreiðslum, sum Landsverk væntar at brúka nú í desember. Og har er einki tal fyri Skálafjarðartunnilin. Í yvirlitinum, sum Fíggjarnevndin fekk nú í vikuni, leypa góðar 140 milliónir av á íløgukontuni hjá Landsverki í ár. 147 milliónir vórðu fluttar frá 2012 til 2013. Landsverk væntar at brúka góðar 240 milliónir krónur í ár. Landsverk væntar til dømis at brúka góðar 70 milliónir til Skúladepilin í Marknagili í ár, so har leypa 46 milliónir av, sum verða fluttar til næsta ár. Elmar Ósá, sum er barnalækni á Landssjúkrahúsinum, vitjaði í morgun, har hann tosaði um ta torføru samrøðuna. Elmar Ósá hevði ein sentralan leiklut í sendingini av landssjúkrahúsinum í gjárkvøldið, tá hann skuldi bera foreldrum boð um álvarsliga sjúku hjá barni teirra. ABC flutningur og Hammar Shuttle vunnu útbjóðingina, at koyra sitandi sjúklingar og fylgjarar, sum skulu til viðgerðar uttanlands. Eg veit ikki enn hvussu nógv og hvat liggur í hesum, men vit halda, at tað fer at bera til, sigur Danny Danielsen, stjóri í ABC flutningi við heimasíðuna ting.fo. Danny Danielsen sigur, at sjálvt um hetta er ein uppgáva, sum er sindur øðrvísi enn nógv annað, so eru teir ómetaliga spentir uppá at fara undir hesa tænastuna. Almannamálaráðið lýsir nú eftir stjóra til Almannaverkið, sum sambært lýsingini er Føroya størsta arbeiðspláss. Freistin at søkja er til 3.januar á middegi. Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, misti í summar álitið á Petru Johnsdóttir Joensen, og fyrst í juli varð hon søgd úr starvinum sum stjóri fyri Almannaverkið. Útleggingin er týðandi uppgáva, sum fær stórar avleiðingar fyri Almannaverkið, bæði tá mett verður um arbeiðsuppgávur og í vavi, stendur í lýsingini eftir stjóra. Treytað av, at útleggingarlóg verður samtykt í løgtinginum, fær stjórin tí eykaviðbót aftur at lønini í tvey ár. Stjórin í Almannaverkinum fær løn eftir 39.lønarflokki í sáttmálanum hjá Tænastumannafelagnum. Tann mánaðarlønin er 53.326 krónur um mánaðin og 15 prosent í eftirløn. Tað er bara tríggir mánaðir síðani seinast, at eingin tyrla var tøk hjá Atlantic Helicopters, sum annars hevur ábyrgdina av bjarging, leiting og innanoyggjaflutningi. Og nú er aftur galið. Eingin tyrla er før fyri at flúgva, og tað vil siga, at skuldi tað ringasta hent, so fæst eingin tyrluhjálp frá Atlantsflogi. Atlantsflog fær annars 36,1 millión krónur árliga umframt mvg frá tí almenna fyri at røkja tyrlutilbúgvingina og tyrluflúgvingina. Í sáttmálanum stendur, at hendan samsýningin skal rindast mánaðarliga, men har stendur eisini í grein 12, at ein tyrla við manning skal vera tilbúgvin at fara á flog seinast 60 minuttir frá tí, at Atlantsflog hevur móttikið útkallið. Men hetta við útkallinum er eyðsýniliga meira trupult at fáa í rættlag, sammett við rindanina av samsýningini, tí við jøvnum millumrúmi er eingin tyrla tøk yvirhøvur og tann støðan er íkomin aftur nú. Í eitt heilt ár hevur bjargingartyrlan ikki verið tøk, tí hon hevur verið fyri umbygging og bíðar framvegis eftir at fáa góðkenning frá loftferðslumyndugleikunum. Hetta merkir, at í eitt heilt ár hevur bara ferðafólkatyrlan verið tøk, og tá hon, soleiðis sum støðan er beint nú, skal til eftirlit, ja, so er eingin tyrla hvørki til bjarging, leiting ella ferðafólkaflutning. Hans Erik Jacobsen, sum er leiðari á tyrlutænastuni, greiðir frá, at nýggi útbúnaðurin í tyrluni er amerikanskur hernaðarútbúnaður, og eftirsum tyrlan eisini er amerikansk, so skulu amerikanskir loftferðslumyndugleikar góðkenna tyrluna. Hetta hevur tikið ómetaliga langa tíð, men varð fingið frá hondini fyri góðum mánaði síðani. Men har endar søgan ikki. Atlantsflog virkar undir donsku loftferðslumyndugleikunum, sum so aftur virka undir evropeiskum loftferðslumyndugleikum, og teir skulu eisini góðkenna føroysku BELL 412 tyrluna hjá Atlantic Helicopters, áðrenn hon sleppur á flog. Og bíðað verður enn eftir, at hesir myndugleikapersónar skulu koma til Føroya at góðkenna tyrluna, og eingin veit enn at siga, nær tað verður. Landsverk hevur, við teimum 147 milliónunum, sum lupu av í fjør, 382,5 milliónir krónur til at gera eitt nú vegir, tunlar, havnir og byggja fyri í ár. Steinolvur Petersen, stjóri í J amp K Petersen, heldur, at hundurin liggur grivin í politisku skipanini og ikki hjá Landsverki, ið ofta verður ákært fyri ódugnaskap, tí verkætlanirnar ikki verða settar ígongd. Hann nevnir Skálavegin sum eitt ítøkiligt dømi um, hvussu politiska skipanin spennir bein fyri, at ein verkætlan kann fara ígongd. Uttan mun til, hvør orsøkin er til at so nógvir játtaðir pengar ikki verða brúktir, so hevur tað ógvusligar avleiðingar fyri byggivinnuna, sambært Steinolvi Petersen, stjóra í J amp K Petersen. Maðurin, sum sat 27 ár í fongsli fyri sína áskoðan og sítt stríð fyri at tryggja upprunafólkinum í Afrika fólkaræðislig rættindi, gjørdist fyrimynd hjá einum heilum ættarliði, hóast hann var omanfyri 70 ár, tá hann endaliga varð latin leysur. Í apríl mánaða sama ár, varð hann móttikin sum ein rokkstjørna, tá hann vitjaði stóru Free Nelson Mandela konsertina á Wembley í London. Prísurin fyri ein litur av bensini, oktan 95, er hækkaður fimm oyru í mun til síðstu prísbroytingarnar 20. november til krónur 10,55 fyri liturin. Frá leygarmorgni 7. des 2013 kl 6 til sunnumorgunin 8. des 2013 kl 6 koyra øll akfør ókeypis gjøgnum Vágatunnilin og Norðoyatunnilin. Í dag hoyra vit um jólatrø. Vit eru uppi á Skógrøktini, og her hitta vit Rakul Dam Lindberg, sum sigur frá. Eisini hoyra vit 2. part av hoyrispælinum Jól í 5.a, sum Jákup Veyhe leggur til rættis. Hvussu síggja landsins mynduleikar framtíðarmenning innan landbúnað við serligum atliti til seyðahald, jarðarbrúk vm. í Føroyum, einskiljing, nýggjari matvørulóggávu og aðrar avbjóðingar innan vinnuna. Eisini fara Bóndafelagið og Óðalsfelagið at greiða frá um teirra virksemi og leiklut innan føroyskan landbúnað, og um hvussu limirnir meta um framtíðarútlitini. Heilsufrøðiliga Starvsstovan greiðir frá um slátur og reinføri, løggildingar vm., umframt nærri kunning um ætlaðu matvørulógina, sum skal setast í gildi í 2015. Fýra bóndir koma at kunna um sítt verandi virksemi, um seyðahald, røkt, slátur vm., og um hvussu teir síggja framtíðarmøguleikarnir innan hesa vinnu. Eisini verður skipað fyri pallborðsfund, har møguleiki er hjá luttakaraum, at seta spurningar og annars verða við til at menna eitt konstruktivt kjak um framtíðar landbúnað í Føroyum. Vit hoyra Vága Dansifelag kvøða Seyðamaðurin á Sondum. Jón í Bø skipar. Børn á Sandi kvøða vísuna um Øskudólg og sópingarkonuna. Eyðbritt Dalsgaard og Oddfríð Petersen skipa. Nólsoyar Dansifelag kvøður Harpuríma. Tanja Poulsen og Súsanna Hansen skipa. Bjarni Vestergaard skipar Engang det sig monne hænd. Sumbiar Dansifelag kvøður. Veðratáttin skiopar Ólavur Syderbø. Vit hoyra Klaksvíkar Dansifelag. At enda kvøða dansifeløgini Tøkum Lætt og Dansifelag Kaggans Grdbrandskvæðið. Helga Hermansen skipar. Aleqa Hammond, landsstýriskvinna í Grønland, kom seinnapartin á almenna vitjan í Føroyum. Hetta er fyrsta vitjan hennara í Føroyum sum landsstýrisforkvinna. Aleqa Hammond og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, fara millum annað at viðgera viðurskiftini í Arktis. Stutt eftir, at hon var komin til landið, var Aleqa Hammond gestur hjá Boga Godtfred í Vangamyndini, sum verður send í Degi og Viku í kvøld. Stóri danski avlurtingaopakkin verður sera dýrur fyri Føroya Tele og Vodafone, men í útvarpstíðinsdunum í kvøld bleiv hann tó dýrari enn mett. Vodafone hevur gjørt vart við, at tey komu til at blanda tvey tøl, og tí bleriv kostnaðurin at verða sagdur at vera væl hægri. Føroya Tele og Vodafone meta, at avlurtingarpakkin fer at kosta teimum 19, 2 milliónir krónur. tilsamans í í løgum. Tó er óvissan so stór, at telefyritøkurnar siga, at hann kann gerast fýra milliónir minni, ell a sjey milliónir størri enn tær 19,2 milliónirnar. Í 2009 var alt tilreiðar, soleiðis at beiggi Kristin Friis kundi verða fluttur til lands til Landssjúkrahúsið við tyrlu. Men av tí at eingi ljós vóru undir tyrluni, sonevndu sólirnar, kundi tyrlan ikki flúgva. Beiggin doyði umborð. Síðani vanlukkuna umborð á Polarhav í 2009, tá ein 29 ára gamal maður doyði, hevur Atlantsflog fingið meirjáttan á slakar 16 milliónir um árið. Atlansflog fær nú góðar 36 millionir krónur um árið, fyri at tað ongantíð skal ganga meir enn 60 minuttir frá tí, at Atlantsflog fær eitt útkall til tyrlan er tilbúgvin at fara á flog. Tilsamans kappast 165 ung fólk um tey ymsu meistaraheitini. 18 føroyingar eru við í kappingini. Birita Debes fekk eitt gullheiðursmerki og Føroyar fingu nøkur heiðursmerki aftuat Tilsamans kappast 165 ung fólk um tey ymsu meistaraheitini. 18 føroyingar eru við í kappingini. Birita Debes fekk eitt gullheiðursmerki og Føroyar fingu nøkur heiðursmerki afturat. Í dag hoyra vit 2.part av bókini VInurin. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2012. Helle Thede Johansen hevur skrivað. Fyrsta bókin hjá henni var Vikarurin, sum eisini hevur verið lisin í Barnaútvarpinum. Bókin Vinurin, snýr seg um tey í 5.b, har Anna er høvuðspersónur, og hon brúkar alla tíð sína á internetinum. Hon kjattar við Mikkjal, men hvør er Mikkjal. Eisini hoyra vit um vinfólkini Barbaru og Berg. BIrita Mohr lesur. Nøkur ár var Niels Pauli Danielsen prestur á Gjaranesi, har nýrtt prestagjald varð skipað við Strondum, Skála, Seltrað og Oyndarfirði. Síðani fór hann til Klaksvíkar, har hann var í næstan 30 ár. Í áttatiárunum kom hann beinleiðis upp í landspolitikk sum landsstýrismaður fyri Kristiliga Fólkaflokkin frá 1985 til 1988. Millum hansara mál vóru brennistøðin á Hagaleiti og barnastyrkurin. Flokkurin fór úr samgonguni, tá landsstýrið legði fyri tingið broytingar í grein 266b og uppskot um javnstøðulóg. Hesar tríggjar dagarnar hava tilsamans 165 svimjarar úr norðurlondum kappast um tey ymisku meistaraheitini. 18 føroyingar vóru við í kappingini. Her ber til at síggja sendingina frá 3. og seinasta kappingardegnum. Sætti partur av leiki í 15 pørtum, sum Vár Berghamar Jacobsen hevur skrivað. Kári Linderoth Jacobsen hevur gjørt tónleikin. Finnur Hansen er tøkningur. Føroyskar skúlagentur duga betur at lesa enn dreingirnir. Tær duga so nógv betur, at tær eru eitt heilt skúlaár framman fyri dreingirnar. Tað skrivar Skúlablaðið, sum hevur kannað tølini hjá gentum og dreingjum í PISA kanningini, sum varð kunngjørd í farnu viku. Hóast nógv lesiátøk og nógv ljós hevur verið varpað á lesing síðani 2006, tá føroyskir næmingar fyrstu ferð vóru við í PISA kanning, standa dreingir í stað í lesing og eru eitt heilt skúlaár aftan fyri genturnar, skrivar Skúlablaðið. PISA kanningin staðfestir, skrivar Skúlablaðið, at serliga vánaliga úrslitið hjá dreingjum í lesing er órógvandi. Tí at duga at lesa er ein fortreyt fyri at kunna loysa uppgávur í øðrum lærugreinum. Tað merkir, at er ein næmingur ikki stinnur í lesing, so er ein ávísur lesiførleiki neyðugur hjá honum fyri at klára seg í øðrum lærugreinum. Sjónligur munur er á, hvussu væl føroyskir næmingar duga at lesa samanborið við næmingar í hinum Norðurlondunum. Í fjør høvdu 29 prosent av føroysku næmingunum ikki virkisføran lesiførleika. Trýsttangin stendur hjá Vørn á Sandvíkarhjalla. Men hann skal flytast til Landssjúkrahúsið. Landsstýrið hevur tí biðið Fíggjarnevndina seta eina millión krónur í fíggjarlógina fyri 2014, so byggjast kann til trýsttangan við Landssjúkrahúsið. Venjing er í trýsttanganum eina ferð um mánaðin. Tí samsvarar tað illa við arbeiði og vaktir á Landssjúkrahúsinum, at trýsttangin er á Sandvíkarhjalla og ikki við Landssjúkrahúsið, stendur í skrivinum frá Fíggjarmálaráðnum til Fíggjarnevndina. Grønlendska landsstýrisforkvinnan, Aleqa Hammond, hevur tilnevnt Innuteq Holm Olsen at standa á odda fyri nýggju grønlendsku umboðsstovuni í Washington, sum letur upp næsta ár. Peningur er játtaður á grønlendsku fíggjarlógini næsta ár, og umboðsstovan fer at halda til á donsku sendistovuni í Washington, upplýsir Aleqa Hammond. Innuteq Holm Olsen er settur í fimm ár, og hansara fremsta uppgáva verður at styrkja handils og búskaparligu sambondini millum Grønland og USA. Grønlendska umboðsstovan í Washington skal eisini røkja sambandið við Kanada. Innuteq Holm Olsen hevur starvast í grønlendska Sjálvstýrinum síðani 1996. Hann hevur eisini starvast í danska uttanríksiráðnum og á grønlendsku umboðsstovuni í Brússel. Um vikuskiftið fór ein føroysk sendinevnd til Moskva fyri at royna at fáa greiði á trupulleikarnar, ið hava staðist av, at uppsjóvarvirkið Varðin Pelagic herfyri kom á reyða lista hjá veterineru myndugleikunum í Russlandi, og tað merkir, at vørurnar hjá Varðanum Pelagic eru útihýstar á russiska marknaðinum, tí at kolibakteriur eru funnar í onkrari last av vørum frá Varðanum. Heilsufrøðiliga Starvsstovan, sum góðkennir fiskavørur til útflutnings, skilir ikki, at slíkt er komið fyri, og vildi tí hitta russisku myndugleikarnar fyri at rudda møguligar misskiljingar av vegnum. Eftir at hava bíðað eftir fundarboðum úr Russlandi í fleiri dagar, kundi føroyska sendinevndin leygardagin leggja frá landi við kós móti Moskva, og fyri løtu síðan varð fundur settur. Við í nevndini eru Bárður Enni, stjóri á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, Birna Mørkøre, landslækni, Laila Jacobsen, deildarleiðari á Starvsstovuni og Áki Johansen, ráðgevi í uttanríkistænastuni á Løgmansskrivstovuni. Tað dregur út at gera hølini til føroyska framleiðslu av heilivági klár. Men nú skal tað vera, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum. Framleiðsluhølini, sum upprunaliga vórðu mett at kosta 18 milliónir krónur, kosta nú 66 milliónir krónur, og tíðarætlanin er broytt fleiri ferðir. Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur góðar vónir um, at verkætlanin, sum hevur riðið heilsuverkinum sum ein marra, verður ein sólskinssøga, tá heilivágsframleiðslan loksins fer í gongd. Spurningurin er Mítt teldubrúk er fyri tað mesta at goyma myndir, sum eg havi tikið. Taki nógvar myndir og so goymi eg tær á telduni. Nú síggi eg, at ikki nógv pláss er eftir á telduni, so nú veit eg ikki hvat eg skal gera. Ein vinkona hevur sagt mær at tað eru fleiri støð í space , sum man kann goyma myndirnar Vil tað siga, at eg kann flyta myndirnar onkustaðni, og hóast tað altíð fáa fatur á teimum Hvussu trygt er hetta So havi eg eisini ein ipad, sum eg kundi hugsa mær at lagt myndir inn á, so eg kann taka ipaddin við mær fyri at vísa fólki myndirnar. Hvussu fái eg myndir av telduni, ella fototólinum inn á ipaddin Rúni Joensen svarar Í morgun vóru vit í 50 og 80 ára føðingardegi hjá Nonnuskúlanum. Forskúlin byrjaði í 1963 í kjallaranum í gomlu Mariukirkjuni við Varðagøtu og skúlin byrjaði sum privatskúli í 1933, tá skúlin við Varðagøtu stóð liðugur Gesturin í morgun er Sanne Storm, sum arbeiðir sum musikterapeutur á psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum. Um eina góða viku skal Sanne verja sína phd ritgerð um musikterapi, men hvat er tað fyri nakað og hvussu kann tónleikur hjálpa sálarliga sjúkum fólkum Sanne Storm var í útvarpsstovuni í morgun. Yvirmannafeløgunum stóð í boði at fáa styttri arbeiðstíð á strandfaraskipunum aftur fyri at siga frá sær verkfalsrættin. Men tað vildu feløgini ikki. Tað skrivar Eyðstein Djurhuus, formaður í Skipara og navigatørfelagnum, í oddagreinini í blaðnum Mið og Magn, sum Skipara og navigatørfelagið og Maskinmeistarafelagið geva út. Semingsstovnurin kom upp í sáttmálatrætuna millum feløgini og Lønardeildina. Nýggjar reglur um hvílitíð hjá sjófólki fingu feløgini at krevja broyttar arbeiðstíðir. Eyðstein Djurhuus skrivar, at Lønardeildin vildi góðtaka ynskið um styttri arbeiðstíð, um feløgini vildu siga frá sær verkfalsrættin. Feløgini svaraðu, at tað fór at kosta tað sama, sum tá limirnir í Fiskiveiðieftirlitinum gjørdust tænastumenn. Eyðstein Djurhuus skrivar eisini, at nýggj lóg um Semingsstovnin varð samtykt í vár. Hon áleggur pørtunum á arbeiðsmarknaðinum at avtala reglur um fráboðan um arbeiðssteðg. Á semingsfundinum í Skálavík í november varð umrøtt at brúka somu skipan sum frálandaskipini hava, har partarnir hava fimm ára friðarskyldu. Um farið verður við bilinum til arbeiðis, og vegirnir eru táir, og kavi og hált er, til heimfaringartíð, og bilurin bert hevur summardekk, má bilurin standa, til okkurt verður gjørt við dekkini, sigur Jan Fossaberg frá ferðslupolitinum. Orsøkin er, at í fjør vóru ov nógvir pengar settir av, tí verkætlanirnar vóru ikki klárar, sigur Ewald Kjølbro, stjóri í Landsverki, í samrøðu við útvarpið í dag. Góðar 140 milliónir krónur, sum skuldu brúkast til almenna íløgur í ár, verða ikki brúktar. Við góðum 147 milliónum, sum lupu av í fjør, játtanini í ár og eykajáttan hevur Landsverk 382,5 milliónir krónur til at gera millum annað vegir, tunlar, havnir og at byggja fyri nú í 2013. Hagstovan hevur júst gjørt upp, hvussu nógv fólk búðu í Føroyum 1. september. Tá vóru 48.159 fólk, og tað er 134 fólk fleiri enn 1. september í fjør. Í Norðoyggjum og í Vágum búgva níggju fólk fleiri enn í fjør. Í øllum hinum økjunum minkaði fólkatalið samanlagt 99 fólk. Størsta afturgongdin er í Eysturoy. Orsøkin til fólkavøksturin er, at færri flyta av landinum, og burðaravlopið í hesum síðsta 12 mánaðarskeiðið var meira enn tvær so stórt sum nettoflytingin av landinum, skrivar Hagstovan á netinum. Tær 115 harur vórðu skotnar á 16 túrum fríggjadagin ella leygardagin fríggjadagin 6. desember 92 harur á 10 túrum og leygardagin 7. desember 23 harur á 6 túrum. Vit eru nú komnir uppá 3.517 harur, sum eru skontar á 288 túrum. Hetta eru umleið 800 harur fleiri enn somu tíð í fjør. Fram til 7. desember 2012 vóru skotnar ílat 2.712 harur. Her sæst, at tað var serliga tann fyrsta dagin í ár, sum ger munin. Síðani hevur gongdin veri tann sama bæði árini, hóast verðrið í ár hevur verið stak vánaligt. Skrivar Eyðfinn Magnussen á Facebook bólkinum Haruskjóting í Føroyum . Sambært bólkinum, vórðu tilsamans 92 harur skotnar fríggjadagin, og tilsamans 23 harur leygardagin.Tað skrivar Eyðfinn Magnusen á Facebook. Í kvøld vitjar Frætt og fregnað gomlu bygdina Lamba, ið serliga er kend fyri Norsku Løvu søguliga skipið, ið skuldi vera fult av gulli og endaði sínar dagar á Lambavík fyri 300 árum síðani. Í seinastu Frætt og fregnað hesu megin summarið, lýsa myndamaðurin, Jógvan Eli Dam, og verturin, Tórður Mikkelsen, eisini onnur evni í Lamba, eins og teir vitja aðra staðni í landinum. Í sendingini sigur Niels Uni Dam sína hugsan um Niels Midjord og nýggju fløguna, ið inniheldur tíggju føroyskar tulkingar av kendum Leonard Cohen sangum. Harumframt verða fleiri sangir av fløguni spældir, so lurtarin sjálvur eisini kann meta um útgávuna. Royndirnar uttanlands hava serliga verið við børnum í útsettum samfelagsbólkum, og tey, sum fingu bókapakka, fingu munandi betri lesiførleikar enn tey, ið ikki eru partar av verkætlanini. Mikkjal Ørvarodd fekk fyri tveimum árum síðani blóðtøpp og gjørdist lamin. Hann hevur verið við í royndarverkætlanini á Boðanesheiminum, har fólk, sum ikki búgva á Boðanesheiminum, kunnu koma at venja. Kommunustýrið í Vága kommunu samtykti á eyka kommunustýrisfundi fyrrakvøldið at góðkenna eitt uppskot til eina avtalu um heimið á Sýnini. Og tað sama hevur Sørvágs kommuna sum skilst gjørt. Avtalan snýr seg sambært Vága kommununi bæði um dagføring, umvæling og bráðfeingis umvæling av heiminum á Sýnini, fígging av hesum arbeiði, avtøku av sjálvsongarstovninum og avhending av ognini til kommunurnar í Vágum. Avtalan inniber at landið og kommunurnar býta kostnaðin á 31,5 milliónir krónur sína millum. Men avtalan inniber eisini, at landið letur kommununum lán, so kommunurnar hava ráð at umvæla heimið. Júst sum grannauppgerð eigur at vera, so vil hvørgin parturin geva seg. Tað kostar hjá Kristan Dulavík, sum 8 minuttir inn í seinna hálvleik fær 2 min. fyri 3 ferð og harvið reyða kortið. Men í hinum endanum gongur eisini hart fyri seg. Tað einu løtuna vera teir grønu revsaðir so hart av dómarinum, at bara 3 útispælarar eru eftir á vøllinum. Uppskotið bar ikki á mál, men í sambandi við at Aleqa Hammond hevur vitjað Føroyar, sigur løgmaður nú, at samstarvið við Grønland skal styrkast. Løgmaður sigur nú í tíðindaskrivi, at samstarvið verður styrkt, tó uttan at nevna sendistovu ella aðra umboðan, sigur Bjørt Samuelsen. Fundurin í gjár er vónandi fyrsti av fleiri formligum fundum millum løgmann og landsstýrisformannin komandi árini. Føroyar og Grønland hava á fleiri økjum somu avbjóðingar, og eitt sterkari samstarv styrkir bæði londini. Grønland er ein miðdepil í altjóða politikki, og tí vil eitt tættari samstarv lata fleiri dyr upp ikki minst hjá okkara vinnulívi, segði Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður í almennari fráboðan aftaná vitjanina. Hóast Finn Jespersen hevur verið burturfrá nakrarferð, so er í dag 40 ár síðan hann byrjaði sum lossingarmaður. Finn hevur eisini frítíðarítriv, og tað er Nimbus motorsúklur. Hann eigur tríggjar av slagnum. Tí kallar hann seg Nimbusfinn og eisini cand. loss. Hví hann kallar seg cand loss Lurtið eftir samrøðuni. Foreldrini eiga at lesa fyri børnunum, frá tí at tey eru smá. Tað sigur Niels Jákup Thomsen, leiðari á Bókadeildini hjá Føroya Lærarafelag. Málið snýr seg um tvey sløg av insulini, Tresiba og Ryzodeg, sum FDA ikki vildi góðkenna. Hetta boðaði FDA Novo Nordisk frá í einum brævi fríggjakvøldið 8. februar í ár. Men Novo Nordisk kom ikki við nakrari almennari fráboðan fyrr enn sunnudag, altso tveir dagar eftir, tí fyritøkan fyrst vildi kannað, hvørjar avleiðingar vantandi góðkenningin fór at hava við sær. Fíggjareftirlitið heldur, at Novo átti at havt almannakunngjørt avgerðina hjá FDA alt fyri eitt, longu sama fríggjakvøld, sum Novo fekk svarið frá FDA. Leiðslan á Novo Nordisk sigur sambært Ritzau, at tey taka avgerðina hjá Fíggjareftirlitinum til eftirtektar og vilja samstarva við myndugleikarnar um kanningarnar, sum nú skulu gerast av málinum. Ttað, sum gongur aftur í grundgevingunum er, at hon, hóast stóra mótgongd, altíð er klár við tí góða orðinum, til reiðar at hjálpa og tekur øll onnur fram um seg sjálva. Didde Jørgensen starvast á Dagstovninum á Hamrinum á Argjum, og har var nógv fólk samankomið at heiðra Didde. Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, hevur gjørt av at seta Herleif Hammer í starvið sum rektari í Føroya Studentaskúla og HF skeiði frá 1. januar 2014 at rokna. Herleif Hammer er 43 ára gamal og útbúgvin cand.phil. í søgu og siðsøgu frá Fróðskaparsetri Føroya. Leiðsluroyndir hevur hann sum vararektari í 3 ár og umsitingarleiðari í 6 ár. Fleiri føroyingar fáa alt ov lítið av D vitaminum og serliga ring er hendan myrka tíðin við ongum sólarljósi. Á Deildini fyri arbeiðs og almannaheilsu hava tey í fleiri ár kannað innihaldið av D vitamini hjá føroyingum og sum heild eru virðini ov lág. Umleið helvtin liggur undir tí tilrádda markinum og summi liggja heilt lágt. Men hvat kunnu vit gera við tað Niels Joensen, farmaceutur, var í útvarpsstovuni í morgun. Tað eru ikki færri lomvigur, men tær eru longri úti á havinum nú enn fyrr, sigur formaðurin fyri fiski og veiðimansfelagið NAPP, Johannes Heilmann, við Sermitsiaq.ag. Í Grønlandi er loyvt at skjóta lomvigu frá 15. oktober, og nú tveir mánaðir seinni, eru bara fáar lomvigur at síggja nærindis Nuuk. Tað er náttúran, ið avgerð tað, og lomvigan fylgir føðini, sum í ár er langt úti á havinum, í mun til fyrr. Og siglir tú nóg leingi, renur tú teg í nógva lomvigu, sigur Johannes Heilmann. Føroyar liggja nr. 41 í støddfrøði, nr. 46 í lesing og nr. 48 í náttúru og tøkni av teimum 66 londunum, sum vóru við í PISA kanningini. Við kjakborðið verða Justin Philbrow, næstformaður í felagnum Heim og skúli , og Rigmor Dam, løgtingskvinna og limur í mentamálanevnd Løgtingsins. Íslendski mentamálaráðharrin, Illugi Gunnarsson, fær í dag handað umleið 10.000 undirskriftir, har kravt verður, at stjórnin tekur aftur uppsagnirnar í íslendska kringvarpinum, RÚV, og forðar fyri, at RÚV noyðist at fremja sparingar. Tað skrivar visir.is. Heitið fyri innsavningini av undirskriftum er Ríkiskringvarpið er ikki bara eitt krav innan mentan og tilbúgving, men talan er eisini um ein óheftan miðil, sum størsti parturin av fólkinum hevur álit á, og tað hava meiningakanningar eisini fleiri ferðir víst. RÚV hevur eisini í útbúgvingarhøpi ómetiliga týdningarmiklan leiklult, umframt at stovnurin eisini borðreiður við undirhaldi og skemti. Illugi Gunnarsson, íslendskur mentamálaráðharri, fær undirskriftirnar klokkan hálvgum seks í kvøld. 290 fólk starvast í RÚV, og 60 hava fingið uppsøgn. Orsøkin er, at kringvarpsgjaldið minkar, og lýsingatinntøkurnar eru eisini fækkaðar. Avleiðingin av uppsagnunum er, at fleiri sendingar verða tiknar av skránni. 15 av uppsøgdu fólkunum eru tíðindafólk útvarpinum. Tað merkir, at tíðindasendingarnar verða færri og styttri, og ongin tíðindasending verður um náttina. Kristian Martin Joensen vór tó tøkur hjáfelagnum fram til 1. apríl, til nýggjur høvuðsvenjari er settur at taka sær av dagligu venjingini hjá fyrsta og øðrum liði. Fundurin var góður, og nakrir spurningar vórðu reistir, sum vit skulu greiða til næsta fund. Heldur verandi gongd fram, so ivist eg ikki í, at allir flokkar fara at taka undir við tunnilsætlanini, sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen. Hann hevur sett sær fyri at fáa breiða semju um tunnilsætlanina, sum í fyrsta umfari fevnir um at gera Skálafjarðartunnilin og síðani Sandoyartunnilin. Bygdaráðið í Sørvági hevur enn ikki góðtikið sáttmálan endaliga enn, um at kommurnar skulu rinda ein part av umvælingini. Men málið kemur fyri á regluligum bygdaráðsfundi í annaðkvøld.Tað sigur Sune Jacobsen, borgarstjóri. Alt virksemið hjá Amnesty International tekur støði í altjóða strategisku heildarætlanini hjá Amnesty International, og Føroya deild ger eina árliga virkisætlan fyri virksemið hjá deildini við støði í altjóða strategisku ætlanini. at upplýsa um mannarættindabrot, ið fara fram kring heimin við árligu ársfrágreiðingini hjá altjóða felagsskapinum, við frágreiðingum og tíðindum. Hoyr samrøðuna, sum Heini Gaard hevði við Kristin Michelsen, borgarstjóra á Tvøroyri, um hvørt tað er landið ella kommunurnar, sum skulu bera kostnaðin av eldraøkinum. Morten Bødskov avgjørdi at leggja frá sær í somu løtu sum Eindarlistin, ið er politiska grundarlagið undir stjórnini, boðaði frá, at flokkurin hevur ikki longur álit á løgmálaráðharranum. Morten Bødskov hevur verið í politiskum ódnarveðri seinastu tíðina, tí hann í februar í fjør gjørdi av, at limirnir í fólkatingsins rættarnevnd skuldu ikki vitja á Christiania. Frammanundan hevði fregnartænastan hjá løgreluni, PET, mett, at vitjanin var ov vandamikil, tí fyrrverandi forkvinnan í Danska Fólkaflokkinum, Pia Kjærsgaard, eisini ætlaði sær við. Men upplýsingarnar um vandan vórðu ikki latnar nevndini. Í staðin góvu Morten Bødskov og táverandi forkvinnan í rættarnevndini, Anne Baastrup, nevndini falska frágreiðing, um at vitjanin varð avlýst, tí tað barst løgregluovatsanum í Keypmannahavn frá at vera við. Falska frágreiðingin hevur við sær, at Eindarlistin hevur mist álitið á Morten Bødskov, sum nú hevur lagt frá sær sum løgmálaráðharri. Terje Sigurðsson, semingsmaður sigur, at hann einki kann siga eftir tann fundin. Og seinni í dag fer semingsmaðurin á fund við Pedagogfelagið. Hóskvøldið sendi Pedagogfelagið boð eftir semingsstovninum, eftir at samráðingarnar við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið steðgaðu. Ósemja tók seg knappliga upp um útrokningarnar, nú farast skal frá at rokna viðbøturnar fyri ólagaliga arbeiðstíð út í krónum og oyrum til í staðin at rokna tær í prosentum av lønini. Sáttmálin millum Pedagofelagið og Fíggjarmálaráið og Kommunala Arbeiðgevarafelagið fór úr gildi 1.oktober. I møtinum við sjúklingin verða vit sansaliga ávirkað av tí sjúka menniskjanum framman fyri okkum. Sansingin hevur við sær eitt umhugsni, sum ávirkar okkum og vit kunnu ikki annað enn at handla til tað besta fyri hetta menniskjað í okkara sjúkrarøkt. Tá ið vit í sjúkrarøktini handla á hendan hátt, er umsorganin til staðar. Fyrilestrarhaldari er Marjun Thomsen, lærari á Sjúkrafrøðiskúlanum. Lagt til rættis Ivan Niclasen Judit S. Nolsøe úr Hoyvík, Sigrid Nolsøe úr Hoyvík, Eydna R. Kjeld av Saltnesi, Maibritt Ingebrigtsen av Válinum, Margaret Sevdal úr Leirvík, Sólbjørt Olsen av Skála, Katrin J. K. Gregersen úr Syðrugøtu, Jóna Maria Vestergaard úr Tórshavn, Karolina Danielsen úr Tórshavn og Mildrid Jespersen av Tvøroyri. Ann Erla Pauladóttir úr Tórshavn, Mona M. Lisberg av Økrum, Rósa Maria Johannesen úr Tórshavn, Barbara Hovgaard av Tvøroyri, Nicolina M. Lamhauge av Toftum, Lóa Mikkelsen úr Vági, Eva N. Hammer úr Hvalba og Vónbjørt B. Jacobsen úr Hósvík Í áhugaverdu og hugnaligu samrøðuni við Eyðfinn Jensen greiðir Lív millum annað frá síni tónleikaligu bakgrund, frá uppvøkstrinum í einari átrúnaðarligari familju, og fleiri av teimum avgerandi hendingunum, ið hava ávirka hennara lívsleið. Tosa vit um varðhaldsfongsling, so stendur einki í føroysku rættargangslógini um, at tú í mesta lagi kanst sita varðhaldsfongslaður í hálvt ár. Tað stendur í donsku lógini. Hóast tað ikki stendur í føroysku, so fylgir sorinskrivarin donsku ásetingini, tá hann skal tekur støðu til, um varðhaldsfongsling skal leingjast. Í donsku rættargangslógini verður millum ásett, at sum útgangsstøði skal ein, ið er ákærdur fyri lógarbrot, ið gevur minni enn 6 ár, ikki sita varðhaldsfongslaður longri enn eitt hálvt ár. Men ongar slíkar ásetingar eru í føroysku rættargangslógini, og tað er beinleiðis í stríð við altjóða mannarættindi heldur Amnesty International. Í filmsnevndini, sum skal velja Geytavinnaran, sita Birgir Kruse, form., Sif Gunnarsdóttir, Jan B. Jørgensen, Marjun Niclasen og útlendski nevndarlimurin hesaferð er Meira Blaustein, sum er listarligur leiðari á Woodstock Film Festival í USA. Geytavirðislønina á 25.000 krónur, letur Norðurlandahúsið, saman við einari Geytastandmynd, sum Astrid Andreassen og Dávur Geyti hava gjørt. Nú nærkast vit jólum, og inniber tað, at vit renna bæði til eitt og annað, haldi eisini at vit foreldur eru so upptikin hesa tíðina, at vit náa næstan ikki at vera saman við børnunum. Vit eiga tvey børn, eitt sum gongur í barnagarði og hitt í skúla. Bæði tað at vit hava so nógv um at vera og hendan tíðin er so myrk, haldi eg at børnini sita so nógv við telduspølum, ella hyggja eftur filmum. Áttandi partur av leiki í 15 pørtum, sum Vár Berghamar Jacobsen hevur skrivað. Kári Linderoth Jacobsen hevur gjørt tónleikin. Finnur Hansen er tøkningur. Eins og siður hevur verið seinastu mongu árini, fer útvarpið aftur í ár at lesa jóla og nýggjársfjarrit frá sjófólkum, ið eru stødd umborð skipum fjart frá Føroyum um jólini og nýggjárið. Jóla og nýggjársfjarritini verða lisin eftir tíðindasendingarnar í útvarpinum um høgtíðinar báðar. Neyðugt er at senda sambært vegleiðingini niðanfyri, um trygd skal fáast fyri, at fjarritið verður lisið. Neyðugt er, at tú tilskilar, hvørt talan er um jóla ella nýggjársfjarrit, soleiðis at Kringvarpið veit, nær fjarritið skal lesast í útvarpinum. Samanumtikið sigur Poul Vestergaard, at sólin telur dagin hjá europearum frá sólarris til sólarris. Døgnið byrjar í lýsing við sólarris. At Mánin telur náttina hjá jødum frá sólsetri til sólseturs. Døgnið byrjar í skýming við sólsetur. At datoskiftið din normur telur samdøgurið hjá øllum næsta samdøgur ikki dagur telist frá middnátt. Samráðingarnar við øll hini strandarlondini verða ikki tiknar uppaftur fyrr enn í januar, tá londini eru liðug at tingast hvørt sær. Stella Polaris er kapping fyri klassiskar tónleikarar, og hon verður hildin fyrstu ferð í Norðurlandahúsinum 28. februar og 1. mars 2014. Aldursmarkið er 24 ár. Tónleikarar, sum eru føddir 1. januar 1990 ella seinni, og sum hava tilknýti til Føroyar, kunnu melda seg til kappingina. Kappingin verður í tveimum umførum. Fyrra umfar er innleiðandi. Hetta umfarið verður fríggjadagin 28. februar 2014. Í fyrra umfarinum spæla luttakararnir eitt ella fleiri stykki, sum sýna teknisku og musikalsku førleikar luttakarans. Í fyrra umfari spælir hvør luttakari tónleik, sum er 5 6 minuttir til longdar til samans. Seinna umfar er finala, og hetta umfarið verður leygardagin 1. mars 2014, kl. 19.00. Hvør luttakari spælir tvey ella fleiri stykki, sum skulu vera ólík í lyndi og frá tveimum ella fleiri ymsum tíðarskeiðum. Í hesum umfari spælir hvør luttakari tónleik, sum er 12 15 minuttir til longdar til samans. Atlantsflog fekk 1,2 milliónir amerikanskar dollarar fyri gamla RJ 85 flogfarið, sum júst er selt til eitt kanadiskt felag. Hetta svarar til 6,5 milliónir krónur. 1,2 milliónir dollarar er tað sama, sum flogfarið varð virðismett á roknskapinum hjá okkum, og tí fer sølan als ikki at ávirka roknskapin fyri í ár, sigur Jørgen Holme, stjóri í Atlantsflog. Talan er um eina sølu, sum hevur verið ætlað síðani nýggju Airbus flogførini komu, og tí fer sølan av gamla flogfarinum heldur ikki at broyta rutunetið hjá flogfelagnum, leggur stjórin afturat. Talan er um tað, ið nevnist RJ 100, og tað verður fyrst og fremst brúkt til íslandsflúgvingina. Umframt RJ 100 hevur Atlantsflog nú trý Airbus 319 flogfør í flotanum. Føroyska flogfelagið hevur fyrr harmast, at politiski ófriðurin í Egyptalandi gjørdi, at charteravtalan við danska felagið Atlantis Rejser ikki gjørdist so lønandi, sum upprunaliga ætlað. Flúgvingin á Egtyptalands heldur fram við teimum avmarkingum, sum komu eftir politiska ófriðin. Vit kunnu bara gleðast um, at tað tykist verða friðarligari í landinum, og at myndugleikarnir ikki longur ávara ímóti at ferðast til Egyptalands. Men um tað fær nakra ávirkan á flúgvingina hjá okkum, ber ikki til siga um enn, sigur Jørgen Holme, stjóri í Atlantsflogi. Jørgen Niclasen hevur skotið upp at avtaka lógina um vegaføring oman fyri Skálafjørð, men at játtaða upphæddin upp á sjey milliónir krónur ár verður nýtt til bussteðgipláss, pendlarapláss og nýggja íbinding Millum Fjarða. Verkætlanin at gera veg oman fyri Skálafjørð varð aftur boðin út fyrr í ár, men nú vísir tað seg, at hon kostar slakar 70 mill. krónur Tá lógin varð gjørd í 2009, skuldu byggiútreiðslurnar verða í mesta lagi 43,5 milliónir krónur Landsstýrismaðurin hevur heitt á Landsverk um at endurskoða verkætlanina um vegaføringina oman fyri Skálafjørð, so hon kann verða bíligari. Sambært langtíðaríløguætlanini hjá landsstýrinum verður eingin peningur játtaður til vegaføringina oman fyri Skálafjørð fyrr en í 2018. Helle Thorning Schmidt, forsætisráðharri, sum var við til minningarhaldið fyri Nelson Mandela í Suðurafrika í gjár, kemur heimaftur í dag. SF umhugsar at skifta onkran av sínum ráðharrum, og enn einaferð verður nevnt, at Villy Søvndal, uttanríkisráðharra, skal hava ein avloysara. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, og Maria Damanaki, ES fiskivinnukommisserur, fara at tingast um mál av felags áhuga. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, verður vertur fyri vitjanini, sum verður 11. og 12. desember. Næstdýrast er barnaansingin í Sunda kommunu, har tey brúka 80.229 krónur pr. barn, og triðstørstu útreiðsluna finna vit í Nes kommunu, har tey rinda 77.568 krónur pr. barn til barnaansing. Bíligast sleppur Skopunar kommuna, sum brúkar 39.295 krónur pr. barn til barnaansing. Hvalbiar kommuna brúkar 45.079 krónur pr barn og Vágs kommuna brúkar 48.718 krónur pr. barn til barnaansing. Sleppur Skopunar kommuna bíligt við barnaansingini, so er Skopunar kommuna tann kommunan, sum brúkar nógv flestar pengar til fólkaskúlan. Í ár brúkar Skopunar kommuna 2,8 milliónir krónur til fólkaskúlan, og tað er 40.926 krónur, um talið verður býtt upp á tey 68 børnini millum 7 og 17 ár, sum eru skrásett í kommununi. Næststørstu útreiðslu til fólkaskúlan hevur Hvalbiar kommuna, sum brúkar 24.736 krónur pr. barn, meðan Sjóvar kommuna brúkar 24.687 krónur pr. íbúgva til fólkaskúlan. Fólkaskúlin er bíligast í rakstri í Klaksvík, har útreiðslan er 10.390 krónur pr. barn. Meðan útreiðslan í Tórshavnar kommunu er 10.453 krónur og í Fuglafjarðar kommunu 12.057 krónur pr. barn. Flyting sama dag á heimagreiðsluni hevur tó eitt evsta mark, sum er fyrrapart kl. 11.40. Kostnaðurin krónur 0,25 er ikki galdandi fyri flytingar, sum verða gjørdar til aðrar kontur í Eik, og hesar flytingar verða framdar sama dag, eisini um tær verða gjørdar eftir 11.40, skrivar heimasíðan hjá Eik. Lønirnar í november vóru 600 milliónir krónur. Tað er nakað minni enn undanfarnu tveir mánaðirnar, har lønirnar serliga í september vóru væl hægri. Seinna hálvár hevur roynst nakað betur til lønir enn fyrra hálvár. Mánaðarligu lønirnar í fyrru hálvu sveiggjaðu um 590 milliónir og seinna hálvár hava lønirnar verið yvir 600 milliónir, í september 627 milliónir. Lønirnar niður aftur á 600 milliónir Lønirnar í november vóru 600 milliónir krónur. Tað er nakað minni enn undanfarnu tveir mánaðirnar, har lønirnar serliga í september vóru væl hægri. Seinna hálvár hevur roynst nakað betur til lønir enn fyrra hálvár. Mánaðarligu lønirnar í fyrru hálvu sveiggjaðu um 590 milliónir og seinna hálvár hava lønirnar verið yvir 600 milliónir, í september 627 milliónir. Lønirnar eftir vinnugrein eru ikki árstíðarjavnaðar, men tá ber til at samanbera við somu tíðarskeið undanfarin ár, sum tað er gjørt í talvuni niðanfyri. Sum gongdin hevur verið higartil í ár, er lítil ivi um, at tað verða tænastuvinnurnar, sum fara at hava størstu framgongd í ár. Størsti vøksturin er í almennum tænastum, har tað higartil í ár eru útgoldnar 59 milliónir meira í lønum enn í fjør, ein vøkstur á 2,5 . Privatar tænastuvinnur hava havt ein vøkstur á 1,3 higartil í ár samanborið við í fjør. Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum til dømis afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar. Í trendinum er harumframt tikin hædd fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í lønunum. Tvøroyrar býráð hevur á fundi hin 10. desember 2013 einmælt samtykt fíggjarætlanina fyri 2014 við einum óbroyttum skattaprosenti uppá 23,5 . Barnafrádrátturin verður eisini óbroyttur, t.v.s. krónur 5.000,00 fyri hvørt barnið. Tað skrivar heimasíðan sudurras.fo. Í rakstrinum er millum annað oyramerkt játtan til innbúgv til skúlar, skúlagarðar, heilsustarvsfólk, innbúgv og amboð til barnatannrøktina, skjalasavn, stuðul til Tvøroyrar Bóltfelag, stuðul til nýtt neyst til Froðbiar Sóknar Róðrarfelag og stuðul til Tvøroyrar Fornminnissavn. Íløgurnar verða fíggjaðar við yvirskotinum av rakstrinum, lántøku áljóðandi krónur 12,75 milliónir og av gjaldførinum. Størsti parturin av íløgukarminum fer til bygging av 240 m. djúphavn. Søvndal hevur verið sjúkraskrivaður síðani oktober, tá hann varð skurðviðgjørdur fyri blóðtøpp í hjartanum. Tað upplýsa keldur fyri danska kringvarpinum. Farloyvið varð longt 8. november, tá kona hansara eisini varð rakt av hjartatilburði. Umframt nýggjan uttanríkisráðharra, skal Helle Thorning Schmidt, forsætisráðharri, eisini tilnevna annan løgmálaráðharra fyri Morten Bødskov, sum legði frá sær í gjár. Politiskir eygleiðarar á Christiansborg vænta, at fleiri broytingar verða gjørdar í stjórnini. Í brævinum til Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, spyrja Høgni Hoydal, Aksel V. Johannesen, Poul Michelsen og Kári P. Højgaard, um løgmaður tekur undir við, at Fiskimálaráðið aftur fer at luta út rættindi eftir grein 9 í lógini um vinnuligan fiskiskap, og um hann bara tekur sum givið, at alt er farið, og fer rætt fram. Farið verður aftur kring alt landið at taka upp viðkomandi evni, sum í nógvum førum ikki vanliga koma fram í miðlunum. Evni, sum ikki elva til tær stóru yvirskriftirnar, men sum hava stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Sambært gerðarbókini frá býráðsfundi 25. november 2013 í Eysturkommunu er arbeiðið at byggja eina hædd aftrat longu byrjað. Í gerðarbókini stendur Upplýst er, at hæddin verður ikki tikin í nýtslu fyrr enn heimild er til hetta. Grundin til hetta er eisini kostnaðurin í mun til eina fyribils takkonstruktión. Vit hitta Jógvan Isaksen, ið sigur okkum um sína nýggja krimisøgu, Prædikarin , eins og aðrar útgávur, ið Mentanargrunnur Studentafelagsins letur úr hondum í ár. Dagny Joensen lat herfyri úr hondum bókina Alt av kærleika , ið er skrivað um nakrar av teimum føroysku kvinnunum, sum í sekstiárunum blaðungar fóru av landinum, eftir at hava hitt hvør sín einasta eina amerikumann vit hava verið á gátt hjá høvundanum. Marjun Bæk hevur umsett bøkurnar Um Guð og Um Jesus eftir svenska høvundan, dramatikaran og komikaran Jonas Gardell Marjun Bæk vitjar Armgarð Arge í útvarpsstovuni. Forlagið Í Støplum gevur eisini fleiri bøkur út í hesum døgum. Vit fáa vitjan av John Dalsgaard, forlagsstjóra. Virðislønta Sissal Kampmann gav leygardagin út forvitnisliga yrkingasavnið 4D vit hitta Sissal, sum eisini lesur upp úr nýggja savninum. Eisini hitta vit Jógvan Zachariassen, sum er aktuellir við bókini Frælsi ið ikki er ein vanlig lestrar ella andaktsbók, men eru bloggur, sum høvundurin hevur skrivað á tórsportalinum. Sprotin gevur út umleið eina bók um vikuna, vit tosa við Jonhard Mikkelsen, ið er maðurin handan Sprotan, um teirra virksemi. Jákup Reinert Hansen, prestur og doktari í gudfrøði, hevur lisið bókina Brøður í Føroyum , ið Tórður Jóansson hevur skrivað. Jákup Reinert Hansen ummælir bókina, sum upprunaliga kom út sum PhD ritgerð á enskum. Í farnu viku lat Forlagið Hemlið úr hondum bókina Etikinn eftir Aristoteles, ið er 9. bókin, ið forlagið hevur givið úr. Vit tosa við Eilif Samuelsen, ið hevur umsett og tikið stig til útgávurnar. 7. mai 1972 søkkur Kjølbrotrolarin Sundaberg út fyri New Foundlandi. Vit práta við Birgir Waag Høgnesen, ið hevur skrivað bók um søguna hjá Sundabergi. Føroysk skúlabørn duga framvegis ikki nóg væl at lesa, vísir seinasta PISA kanning. Allir partar mæla til nærri samstarv millum myndugleikar, lærarar og foreldur, men ongin vil hava opinleika um, hvussu einstaki skúlin klárar seg. Landsstýrismálanevndin skal hava eftirlit við at landsstýrisfólk halda lógina. Men í nevndini sita politikarar, sum skulu kanna sínar egnu floksfelagar. Vit spyrja politikarar og løgfrøðingar, um tað yvirhøvur ber til at hava álit á Landsstýrismálanevndini. Føroyar hava fingið sína egnu lóg um upphavsrætt. Endamálið er, at listafólk, rithøvundar og tónleikarar skulu fáa pening, tá onnur nýta gott av verkum teirra. Nýggja lógin ávirkar eisini sjónvarps sendiskránna hjá Kringvarpinum. Sambært heimasíðuni fólkakirkjan.fo er Tórshavn gamal kirkjustaður. Hvussu gamal er ikki greitt. Nøkur søgufróð halda, at fyrsta kirkjan er tann, ið bygd var í 1610, og at kirkjan í Kirkjubø undan henni hevði verið sóknarkirkja. Tað er valla hugsandi. Havnin er eldri kirkjustaður enn so. Hon er fyrndargamal tingstaður og rættiliga tíðliga er hon handils og hernaðarstaður. At slíkum stovnum var ein kirkja knýtt. Bæði í fyrikristnari og eftirkristnari tíð høvdu tinghaldini eitt sakralt grundarlag, er samband við gudsdyrkan, og var tessvegna ein halgistaður nátúrligur. Í fyrikristnari tíð eitt hov, vígt gudinum Tóri harav navnið Tórshavn í eftirkristnari ein kirkja. Í nógvum bygdum eru kirkjur bygdar aftur á somu grund, øld eftir øld, men í nýggjari tíð bygdar á øðrum staði, eins og nýggjar kirkjubygdir eru komnar aftrat. Eisini kirkjan í Havn varð flutt. Kirkjan, ið bygd var í 1610, stóð úti á Reyni, og var har til 1788. Hetta árið varð nýggj kirkja bygd norðan fyri býin, ið tá var, og her stendur Havnar Kirkja enn. Heldur trongligt man hava verið úti á Reyni. Meira enn 100 ríkis og stjórnarleiðarar vóru til minningarhátíðarhaldið í gjár fyri fyrrverandi suðurafrikanska forsetanum, Nelson Mandela. Danski forsætisráðharrin, Helle Thorning Schmidt, kom at sita undir liðini á amerianska forsetanum, Barack Obama, og bretska forsætisráðharranum, David Cameroun. Danski forsætisráðharrin vildi varðveita hesa løtu í minninum, og tók tí mynd. Tvøroyrar býráð samtykti á býrásfundi 10.12.2013 at 150.000 krónur til at stovna Tvøroyrar Skjalasavn. Tað skrivar heimasíðan hjá Tvøroyrar Kommunu. Ætlanin er, at savna øll skjøl og tílíkt. Tvøroyrar kommunu viðvíkjandi og at goyma tey í kommununi, eitt nú uppskriftir, dagbøkur, myndir, filmar, ljóðbond og sjónbond. Endamálið er, at tryggja, at tilfarið, ið er um fólk og virksemi í Tvøroyrar kommunu, verður varðveitt trygt í kommununi. Tilfarið verður atkomiligt til skúlaarbeiði og gransking, til framsýningar fyri borgarum og til ferðavinnuendamál. Savnað verða øll skjøl um 1000 ára gomlu bygdirnar Froðba, Trongisvág og Øravík. Har aftur at koma skjølini um nýggju bygdina Tvøroyri, sum er søga fyri seg. Handilshús vórðu bygd í óbygdan haga, síðan vaks bygdin uttanum millum annað við tí sermerkta Valinum. Kommuna skrivar, at eftir bara fáum árum vaks staðurin til at gerast millum teir størstu í Føroyum. Henda serliga menning er væl prógvað í skjølum. Býráðið er av teirri sannføring, at tað hevur skyldu at taka stig til at varðveita tilfarið til søguna, hvussu búplássið hevur ment seg frá elstu tíðum. Og at fólk og stovnar her á staðnum, vilja hava røttu kenslur og virðing fyri lokalu skjølunum og ganga høgt upp í at varðveita tey. Joan Iris Samson hevur tikið nakrar myndir undir fyrireikingunum og framleiðsluni av nýggja sjónbandinum hjá dreingjabólkinum Al l In. Níggjundi partur av leiki í 15 pørtum, sum Vár Berghamar Jacobsen hevur skrivað. Kári Linderoth Jacobsen hevur gjørt tónleikin. Finnur Hansen er tøkningur. Sjeyndi partur av leiki í 15 pørtum, sum Vár Berghamar Jacobsen hevur skrivað. Kári Linderoth Jacobsen hevur gjørt tónleikin. Finnur Hansen er tøkningur. Í morgun klokkan 9 danska tíð, byrjaði Evropameistarastevnan í svimjing, sum verður hildin í Boxen í Herning. Út við 600 svimjarar skulu í kapping, millum teirra 7 føroyingar. Fyrsti føroyingur, sum skal í eldin, er Birita Debes, ið skal kappast í 100 metrar rygg. Hin kvinnan, sum skal royna seg, er Guðrun Mortensen, ið kappast í 100 metrar frí. Størsta kappingin í dag er 400 metrar frí við monnum, har Føroyar hevur umboðan av fýra svimjarum. Teir eru Pál Joensen, Eyðbjørn Joensen, Óli Mortensen og Alvi Hjelm. Ein hugsandi loysn kundi verið, at landið byggir eina havn til Smyril og hini strandfaraskipini á Argjalandinum, skrivar Johan Dahl, landsstýrismaður, í svari til Sirið Stenberg, løgtingskvinnu. Johan Dahl sigur, at ein landshavn á Argjalandinum hevði spart Strandfaraskipum Landsins seks milliónir í havnargjøldum til Tórshavnar havn, og Smyril kundi spart aðrar fimm seks milliónir til olju. Hesar 12 milliónirnar um árið kundu verið brúktar til at fíggja ferjuleguna á Argjum, sigur Johan Dahl. Nú tann eini motorurin á Smyrli er brotin, fær Smyril ikki lagt at í Havn í øllum veðri. Ta einu ferðina fór hann suður aftur eftir at hava bíðað í Nólsoyarfirði eftir líkindum at kunna leggja at í Havn. Johan Dahl sigur, at Oyrareingir í Kollafirði eru helst besta boð, tá ræður um aðra havn tætt við Tórshavn. Men Samskip brúka hesa havnina, og tí er ikki altíð pláss fyri Smyrli har. Bryggjan á Sundi er ikki egnað, tí har eru vánaligir fendarar, ov nógvur súgur og bryggjan er ov stutt. Í Runavík eru góðar umstøður. Men har fær Smyril ikki brúkt skráan til hekkuportrini. Johan Dahl sigur eisini, at Strandfaraskip Landsins hava einki skip, sum kann sigla fyri Smyril. Tí liggur tað fremst í huganum hjá Strandferðsluni, at Smyril ikki má fáa skaða. Men dómsnevndin og áskoðararnir í Norðurlandahúsinum í gjárkvøldið vóru ikki samd. Tí áskoðararnir valdu skemtifilmin Munsch hjá Jónfinni Stenberg. Landsstýrið og danska stjórnin eru vorðin samd um, at ríkisveitingin í 2014, 2015 og 2016 verður tann sama sum í ár, men tó prístalsviðgjørd hvørt ár sambært danska prístalinum. Føroyanevndin hjá fólkatinginum mælir einmælt tinginum til at samtykkja uppskotið hjá Bjarne Corydon, fíggjarmálaráðharra. Men Edmund Joensen, sum er í Føroyanevndini, ger tó vart við, at landsstýrið fyri tveimum árum síðani vildi hava ríkisveitingina hækkaða nógv meira enn uppskotið sigur. Á jólum hoyra vit eingilin boða hirðunum á markini óttist ikki Hvat merkja hesi orð Hvat skulu vit óttast ella ikki óttast hvat er guðsótti Og tá vit siga, at Guð er kærleikans kelda, hví skulu vit so óttast Guð Soleiðis, sum vit skilja orðið ótti í dag, skulu vit ikki skilja guðsótta. Kierkegard skrivaði nógv um ótta og angist og Sartre segði, at menniskjan var dømd at vera fræls. Tað at menniskjan hevur eitt val, ger hana óttafulla og Paulus segði, at tað ónda, sum eg ikki vil gera, geri eg og tað góða, sum eg vil, geri eg ikki. Torført er at velja tað góða og velja seg sjálvan. Men gleðiboðini á jólum siga ,at tú og eg, skulu ikki óttast, men frøðast, tí føddur í dag er heimsins Frelsari. Ársins Geyti og ársins áskoðaravirðisløn vóru handaðar í gjárkvøldið í Norðurlandahúsinum. Dávur Djurhuus fekk ársins Geyta fyri filmin Terminal og Jónfinn Stenberg, Elin D. Neshamar, Jens Jákup Hansen og Brian Samson fyri filmin Muncsh, sum er sveinastykki teirra í sambandi við útbúgving teirra í Kringvarpinum. Í Lesikrókinum í morgun hitta vit eina kvinnu, sum hevur sett sær fyri at lesa tvær bøkur á jólum skaldsøguna Ó hjá Carl Johan Jensen og endurminningarnar hjá Kristian Osvald Viderø Ferð mín til Jorsala. Meirilutin, samgongan, sigur, at Johan Dahl, landsstýrismaður, arbeiðir við málinum saman við ALS stýrinum og danska Arbeiðsmálaráðnum ávikavist fyri lesandi í Føroyum og Danmark. Tá landsstýrismaðurin í vinnumálum roynir at finna eina loysn fyri tey, sum eru liðug at lesa í Føroyum og í Danmark, heldur meirilutin í Vinnunevndini tað vera rættast, at landsstýrismaðurin fær frið til at gera sítt arbeiðið liðugt. Tá sama uppskot var í tinginum í fjør, feldi samgongan uppskotið, tí tað í staðin fyri kundi vera partur av arbeiðssetninginum hjá arbeiðsbólkinum, sum landsstýrismaðurin í vinnumálum setti fyri at fáa tey ungu at flyta aftur til Føroya og minka fráflytingina úr Føroyum. Fólk skulu hava arbeitt og goldið í Arbeiðsloysisskipanina í eina tíð, áðrenn tey hava vunnið sær rætt til at fáa pengar úr skipanini. Tað hava fólk, sum júst eru liðug at lesa, ikki. Og tí sleppa tey ikki í ALS, um tey ikki fáa arbeiði eftir loknan lestur. Holger K. Nielsen verður nýggjur uttanríkisráðharri, fyri Villy Søvndal, sum hevur gjørt av at leggja frá sær, eftir at hann herfyri gjørdist sjúkur. Holger K. Nielsen var skattamálaráðharri, og fyri hann verður Jonas Dahl settur sum ráðharri í skattamálum. Dan Jørgensen sum hevur verið í Erupaparlamentinum tekur við sum ráðharri fyri matvørur, landbúnað og fiskivinnu. Hann tekur við eftir Karen Hækkerup. Síðsta deyðssyndin er leti ella dovinskapur. Leti er ikki at brúka tær gávur ella tey evni, sum tær eru givin. Lívið skal livast og tíðin er dýrabær og skal ikki sláast í hel , sum ofta verður sagt. Í viðmerking til, at eldraøkið skal leggjast út til kommurnar, vísur felagið TIGN á, at lógin er sonevnd hensigtserklæring , men at hon hevur ikki rættarkrøv til tey eldru, skriva umboðini fyri TIGN í lesarabrævi í dag. Tað verður sostatt fíggjarstøðan hjá einstøku kommunum, sum fer at gera av, hvørjar tænasturnar verða og hvussu tænastustøðið verður. Umboðini fyri TIGN heita á politiska myndugleikan um, við lóg, at áseta normeringar fyri stovnar á eldraøkinum fyri at tryggja røktarstøðið. Sum dømi, nevna umboðini sparingarnar innan eldraøki, har hvørki búfólk ella avvarðandi høvdu møguleika at mótmæla, tí tey ikki vistu av nøkrum. Sambært TIGN, hava avvarðandi gjørt vart við, at orsakað av høga egingjaldinum og øðrum útreiðslum, kunnu tey gomlu hava trupult við at fáa sín egna pening at røkka til eitt nú klæðir og annað. Samstundis, sum Atlantic Petroleum fer á Oslo Børs, er ætlanin at taka felagið úr íslendska keypsskálanum. Eingin íslendskur áhugi er at keypa partabrøv í oljuvinnuni, staðfestir Ben Arabo, stjóri í Atlantic Petroleum. Onnur tyrlan hevur staðið leingi, tí hon verður uppstigað til bjarging, og tað fer at taka einar seks vikur aftrat, til hon er góðkend. Leiðslan í Salmar royndi ongantíð at dylja fyri, at Bakkafrost ikki var so áhugavert fyri tey, tá møguleikin at ávirka felagið varð avmarkaður. Maria Damanaki segði á tíðindafundi í Tinganesi fyrrapartin, at tilboðið er munandi betri enn tey tilboðini, sum føroyingar fyrr hava fingið. Maria Damanaki segði á tíðindafundinum, at norska stjórnin kennir tilboðið, sum hon hevur givið føroyingum, men hon veit ikki, hvat norska stjórnin heldur um uppskotið. P f Holva Fish var frammaundan góðkent til at taka móti botnfiski, men nú kann virkið eiisni taka móti flógvi frá pelagisku vinnuni. Umhvørvisstovan hevur í góðkenningini lagt dent á, at so lítið sum møguligt at fiskarestum, feitti og øðrum skal vera í spillvatninum frá framleiðsluni. Nógvir føroyingar hava okkurt tilknýti til Landssjúkrahúsið. Vit fara hagar við smáum snuddum, og tá løstirnir eru stórir. Í aðru sending eru vit millum annað á hjartadeildini B8, á skaðastovuni og á skurðdeildini. Fríggjadagin 29. november var úrskurðsfundur í Fasta Gerðarrætti um førleikaviðbøturnar hjá sjúkrarøtkarfrøðingum fyri leiðslu, sum Fíggjarmálaráðið hevði givið boð um skuldu takast aftur. Tað skrivar heimasíðan hjá føroyskum sjúkrarøktarfrøðingum. Teir leiðarar, ið hava fingið frátikið førleikaviðbótina fyri leiðslu, skulu hava hesa viðbót útgoldna frá tí degi hon bleiv tikin. Verkætlanin er tann triðja í røðini, har ALS bjóðar arbeiðsleysum borgarum at taka eitt tríggjar mánaðar langt timburskeið á Tekniska Skúla í Havn, har tey bæði læra at tekna, arbeiða við timbri og gera eina størri verkætlan. Verkætlanin á fyrsta skeiðnum var at gera eitt bygdarsavn í Kvíkvík. Onnur verkætlanin var at innrætta part av niðurløgdu smoltstøðini á Selatrað, sum Skótadeplinum fekk frá Bakkafrost fyri nøkrum árum síðani. Hesaferð er talan um at gera eitt fríøki til íbúgvar á Eirargarði í Havn. Treytirnar til hesar verkætlanirnar eru, at tær skulu vera samfelagsgagnligar, men ikki kappingaravlagandi fyri vinnuna, sigur Magni á Deild Olsen, stjóri á ALS. Tekniski Skúli hevur lagt hølir til og staðið fyri undirvísingini, Almannamálaráðið hevur latið fíggjarligan stuðul til tilfar, Landsverk hevur planerað fríøkið, og privata fyritøkan J amp K Petersen hevur verið sera lagalig í mun til betongið, sum er lagt á lendið. Gongur alt sum ætlað, verða tey bæði kommunufeløgini, Føroya Kommunufelag, og Kommunusamskipan Føroya, tikin av í morgin, og síðan fara umboð fyri tær 30 kommunurnar at halda stovnandi aðalfund í einum nýggjum kommunufelag. Tilgongdin at skipa kommunurnar í eitt felag hevur verið eina tíð. Hoyringarfreistin var 1. november, og útvarpið skilir, at at kalla full semja er um at skipa kommunurnar í eitt felag. Nýggja kommunufelagið fær høvuðssæti í bygninginum hjá kommunusamskipanini við R. C. Effersøesgøtu í Havn, har tey 12 13 starvsfólkini verða savnað við núverandi KSF aðalskrivara, Eyðuni Christiansen, sum stjóra. Runavíkar havn er til reiðar at samráðast við avvarðandi myndugleikar um ábøtur og tillaginar á havnalagnum, so Runavík verður alternativa havnin hjá Smyril, tá skipið ikki sleppur at í Havn. Tað siga Tórbjørn Jacobsen, havnarmeistari, og Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu. Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, sigur í einum svari til Sirið Stenberg, løgtingskvinnu úr Tjóðveldi, ein møguleiki er at byggja alternativa havn á argjalandinum til Smyril. Havnarmeistarin og borgarstjórin í Runavíkar kommunu eru ikki samdir um hetta. Teir siga, at bæði Norrøna og Smyril hava brúkt ferjuskráan í Runavík við góðum úrsliti. Vilja Vinnumálaráðið og Strandferðslan, at ábøtur og tillagingar skulu gerast, so Runavík hóskar betur, er Runavíkar havn fús at samskifta við viðkomandi myndugleikar, soleiðis at Runavík kann gerast fasta alternativa havnin hjá Smyrli, tá hann ikki sleppur at bryggju í Havn. Fimm børn hjá teimum sum doyðu, tá sluppin Anna av Toftum fór land á við Grindavík í Íslandi í 1924, vóru við til eitt serligt minningarhald í gamla kirkjugarði í Reykjavík í august 1999. Tá vóru júst 75 ár liðin síðani stóru vanlukkuna. Allir sum vóru við toftasluppini doyðu, og í sendingini Tað kennist sárt greiða børnini hjá teimum frá, hvussu tað var at gerast faðirleys í 1920 unum, tá tíðirnar vóru ringar. Jógvan Eli Dam, Bjarni Á. Rubeksen og Bjørg Mohr filmaðu, Ragnar A. Jacobsen klipti og Tórður Mikkelsen legði til rættis fyri Sjónvarp Føroya. Í fimm dagar kundu samkynd giftast í avstralska høvuðsstaðnum, Canberra, eftir at landspartatingið í heyst samtykti eina lóg, sum loyvdi fólki av sama kyni at giftast. Nú hevur hægstirættur sagt, at nýggja lógin samsvarar ikki við eina aðra lóg, sum í 2004 nágreinar, at bert maður og kvinna kunnu giftast. Seinastu dagarnar eru 27 samkynd pør gift, men hjúnarlagið verður nú ógildað. Hægstirættur sigur, at hann hevur dømt eftir lógini, og tað stendur til tingið at gera av, um lógin skal broytast. Hetta er støðan, nú Hægstirættur hevur kolldømt ein úrskurð hjá einum lægri rætti, sum fyri fýra árum síðani segði, at kynslig samvera millum samkynd var ikki eitt brotsverk. Tá varð rættarúrskurðurin fagnaður av mannarættindabólkum sum ein stórur sigur í stríðnum fyri borgararættindum í India. Men nú hevur Hægstirættur kolldømt tann úrskurðin. Lógargrein 377, sum hon er nevnd, hevur verið partur av indiskari lóggávu, síðani hjálandatíðinatíðina. Lógargreinin bannar fólki at hava kynsliga samveru ímóti náttúrunnar fyriskipan. Í úrskurðinum sigur Hægstirættur, at gamla lógargreinin hevur rættargildi, og at tað er lóggávutingið, ið má gera av, um hon skal varðveitast ella ikki. Amnesty International í India sigur, at úrskurðurin er stórt bakkast fyri indiska samfelagið, og at landið við hesum er sett mong ár aftur í tíðina, tá talan er um at verja grundleggjandi borgararættindi. Jóanes Nielsen, rithøvundur, fekk Mentanarvirðisløn Landsins. Jóanes Nielsen hevur í meira enn 30 ár víðkað og ríkað føroyska bókmentapallin, og latið úr hondum yrkingasøvn, skaldsøgur, greinar og leikrit. Í 1984 fekk hann Mentanarvirðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkingasavnið Pinnabrenni til sosialismuna , og í 2002 fekk hann Nordisk Dramatikerpris fyri leikritið Eitur nakað land week end . Fýra ferðir hevur hann verið innstillaður til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. Heiðursgáva Landsins var latin Kristiani Blak, sum seinastu 35 árini hevur verið virkin á føroyska tónleikapallinum, sum tónleikari, tónasmiður og útgevari og sum kveikjari og ráðgevi hjá føroyskum tónleikarum á veg út í heim. Kristian Blak fekk í 2002 virðisløn M.A.Jacobsens fyri mentanaravrik.Og sum nakað nýtt, var ein nýggj virðirsløn latin, Virðisløn til ungt listafólk . Henda virðisløn er ætlað ungum listafólki sum kveikjan, stimbran og stuðlan. Virðislønin til ungt listafólk 2011 fekk 25 ára gamli, evnaríka skopuningurin, filmslistamaðurin Sakaris Fríði Stórá, fyri at hava sýnt serliga góð evni innan filmslist.Mentanarvirðisløn Landsins er krónur 150.000, Heiðursgáva Landsins kr, 75.000 og Virðislønin til ungt listafólk er krónur 50.000.Kringvarp Føroya sendi beinleiðis frá tiltakinum og sendingina hevur tú møguleika at hoyra her Myndina hevur Birgir Kruse tikið. Í hesari seinru sendingini úr og um Hørpu, hitta vit Petur J. Eriksson, nevndarformann, Steinunn Birnu Ragnarsdóttir, tónleika og mentanarleiðara, Karitu Kjartansdóttir, ráðstevnuleiðara, Oggi Lamhauge, ið fyrireikaði framsýning hjá Elinborg L tzen í Flóa í Hørpu, Heðin Mortensen, býráðsformann í Havn, Jógvan Arge, formann í mentanarnevnd Tórshavnar Býráð, Birgir Enni, vitjandi, og Ósbjørn Jacobsen, arkitekt. Vit vóru í Reykjavík vikuskiftið Harpa varð vígd og fara í tveimum sendingum harav henda fer at leggja høvuðsdentin á sjálvan bygningin, og hin seinra á virksemi í húsinum. Og í sendingini hesuferð hitta vit føroyaska arkitektin Ósbjørn Jacobsen, listarmannin Olafur Eliasson, íslendska arkitektin Sigurður Einarsson, og Damian Dorian frá Artec Consultans Inc. Sjúrður Ferjá hevur dansað og kvøði frá barni av. Hann greiðir frá, at sum børn við Gjógv dansaðu tey á Brúnni óskipaður barnadansur men tey vaksnu komu eisini uppí. Hann hevur valt, at vit skulu hoyra tvær vísir, sum hava við sjógvin at gera. Snekken st r p lande er gomul upptøka við Dansiringinum í Havn. Óvist er, hvør skipar. Vísan um Vaagen verður ofta kvøðin. Henda upptøkan við Dansifelagnum í Havn er gjørd í 2004. Hákun Jacobsen, í Miðvági, skipar. Sjúrður Ferjá hevur dansað og kvøðið frá tí at hann var smádrongur. Við Gjógv plagdu børnini at dansa á brúnni óskipaður barnadansur men tey vaksnu komu eisini uppí. Hann hevur valt tvær vísur, sum hava við sjógvin at gera. Snekken ligger p lande verður ikki nógv kvøðin, men hon varð vanliga kvøðin við Gjógv, har pápin, Jógvan Sofus, plagdi at skipa hana. Dansifelagið í Havn kvøður báðar vísurnar. Óvist er, hvør skipar fyrru, men Hákun Jacobsen skipar Vaagen. Landsstýrið hevur gjørt eina tríáraavtalu við donsku stjórnina um blokkin, sum merkir, at blokkurin verður prístalsviðgjørdur á hvørjum ári, næstu trý árini. Dánial er kendur innan føroyska tónleikalívið sum sangari og tónleikari. Hann hevur sungið, og syngur enn, í fleiri bólkum og kórum, millum annað Experiment, Dánial amp Bjarki, Stjørnuskot, Fimm feitar flugur og All In. Hann varð ættleiddur úr Columbia tá hann var fimm mánaðir gamal. Dánial greiðir eisini frá tí, sum hendi, tá hann sum 3 ára gamal misti ættleiðingarmammu sína,og seinni fekk nýggja familju og javngomul systkin. At enda í sendingini koma vinirnir Jóannes Lamhauge og Ólavur á Váli Olsen, báðir sangarar í bólkinum All In, eisini á vitjan í samband við prátið um nýggja videolagið, og frumframførðsluna av sanginum, Tú, í útvarpinum. Nýggja videolagið hjá All In verður frumsýnt í sjónvarpinum fríggjakvøldið 13. desember millum Dag amp viku og Gekkin. Umframt teir sjey svimjarnar sum luttaka í EM stuttgeil eru Elin Kallsberg Matras og Dan Hjelm úttikin at verða dómarar í kappingini. Hóast eingin av føroysku svimjarnum svam sína bestu tíð, og eingin rakk finalupláss, so er ein av venjarnum Jón Bjarnason nøgdur við fyrsta dagin í EM. Magnus Jákupsson sum umboðar Danmark í EM á stuttgeil, luttók í tveimun kappingum kappingum í dag. Fyrst luttók Magnus í 200 metra rygg, har hann við tíðini 2 01.23 svam seg til eitt 32. pláss í kappingini. Pál Joensen svam seg í morgun til eitt 21.pláss av teimum 62 luttakandi svimjarnum sum vóru við í 400 frí kappingini í EM kappingini í Herning í Miðjútlandi. Hann rakk sostatt ikki finlupláss, og tað er vágbingurin ikki nøgdur við, men vóninar eru harafturímóti góðar til 1500 metrar frí, sum eru á skránni leygardagin. Heldur enn at pakka jólagávurnar inn í sama pappír, sum øll onnur keypa í handlunum, átti tú í ár at gjørt nakað serligt, so gávan verður eins hugnalig at hyggja eftir sum at pakka upp. R ddin kemur her við nøkrum hugskotum til, hvussu hetta kann gerast. Siropskakumenn og kvinnur úr filti kunnu keypast í Tiger, og hesi gera jólagávuna nógv stuttligari. Brúnu gávumerkini at skriva móttakara og gevara á fáast eisini í Tiger. Tá gávurnar eru pakkaðar upp, kunnu siropskakufólkini heingjast á jólatræið. Gevur tú eini vinkonu eina maskara í jólagávu, ella fær mamma tín eina varrastift Legg so hetta lítla tingið inn í eina tóma vesirullu, og pynta so vesirulluna, antin sum jólanissu, jólatræ ella annað stuttligt. Fær onkur okkurt stórt, elektrónisk ting í jólagávu Snýt tey við at leggja tvey battarí í vesirulluna við einum seðli, sum sigur, hvar tann stóra gávan liggur. Gevur tú fleiri lítlar gávur til sama persón Finn ein stuttligari hátt at savna hesar smærru gávurnar saman. Hesi kuffertini frá leikuhandlinum eru ein stuttligur máti at goyma gávurnar, sum liggja inni í, og so er kuffertið partur av gávuni. Ansa bara eftir, at børnini ikki lata kuffertið upp áðrenn jólaaftan. Keyp einlitt pappír í bókahandlinum og tekna á tað við litum. Klipp hvítar kavaflykrur og líma tær á gávuna. Finn stuttlig klistrimerki at halda bandinum fast við. Bert hugflogið setir markið, tá tú skalt gera tína jólagávu til flottastu gávuna undir trænum í ár. Á internetinum eru fleiri góðar heimasíður við hugskotum til handverk. Leita á internetinum og finn júst tað, sum riggar best til tínar gávur. 10. partur av leiki í 15 pørtum, sum Vár Berghamar Jacobsen hevur skrivað. Kári Linderoth Jacobsen hevur gjørt tónleikin. Finnur Hansen er tøkningur. Dagur tvey í EM kappingini í svimjing byrjar í morgun klokkan 9 30 danska tíð. Fýra føroyingar skulu royna seg í dag, nú Evropameistarastevnan í svimjing er í Herning í Miðjútlandi. Tær báðar Birita Debes og Astrid Foldarskarð kappast í 50 m firvald, Eyðbjørn Joensen í 100 m frí og Magnus Jákupsson, sum svimur fyri Danmark skal kappast í 50 m rygg. Tá skúlin á Argjahamri varð bygdur, bað skúlastýrið býráðið um at arbeiða fyri, at forskúli varð settur á stovn í skúlanum. Hetta verður veruleiki. Nógvir vegir vórðu stongdir í Svøríki, har tekjur rivu ella vórðu blástar av húsunum, og partar av miðbýnum í stersund vórðu stogngdir, tí tað var hættisligt at vera úti. Trø duttu niður á fleiri bilar, men hóast ógvisligu hendingarnar, so hevur eingin fingið mein, sigur svenska løgreglan. Ein kvinna skrivar, at hon stúrir fyri jólaaftan, tí vermóðurin altíð er hjá teimum. Maður og børn dáma væl at omman er hjá teimum jólaaftan, men konan er óhøvisk og speisk móti vermóðurini og hetta ger at honm hvørja jólanátt hevur ringa samvitsku. Og so er tað maður, sum er í einum mannfólkaklubba. Teir ferðast saman og hjálpast at við ymiskum. Men nú hevur eini maðurin fingið nýggjan maka og hon oyðileggur felagsskapin. Hvat skulu teir gera Parið, sum hevur búð í Danmark, vil nú flyta heimaftur at búgva. Men kvinnan stúrir fyri at flyta, tí hon heldur at í Føroyum hevur mann als onki privat lív. Øll ganga út og inn hjá hvørjum øðrum og so er tað vermóðurin, sum henda kvinnan stúrir fyri, fer at blanda seg uppí alt hjá teimum. Sundurlisna konan er enn óð og beisk inn á fyrrverandi mannin, sum í dag er giftur aftur og hevur stór flott hús og tvey børn við nýggju konuni. Jólaaftan í fjør vóru tey øll saman og tað heldur henda sundurlisna konan var ræðuligt, men børnini vóru fegin. Hon vil ikki aftur í ár endurtaka hetta, men vil heldur ikki skuffa børnini so hvat skal hon gera Kanningin, sum løgtingið nú hevur sett í verk av handfaringini av tunnilsmálinum, eigur at stroymast um internetið, so vit kunnu læra sum mest av henni. Hetta sigur Kári á Rógvi, doktari í lóg, sum heldur, at ómetaligir fyrimunir eru, um kanningarstjórin stroymar sítt arbeiði á netinum Bíðað verður eftir íslendska tjóðbankanum, sum skal avgera, hvussu íslendskir partaeigarar í Atlantic Petroleum kunnu handla við sínum partabrøvum, tá føroyska oljufelagið ikki longur er skrásett í Íslandi. Samstundis sum Atlantic Petroleum søkti um at sleppa á børsin í Oslo tað slapp felagið í gjár bað felagið um at verða strikað í keypsskálanum í Reykjavík. Orsøkin er, at bretsk gransking vísir, at alt ov nógv salt er í tablettunum, tí eru tær sera vandamiklar fyri heilsuna, og vandin fyri at blóðtrýstið hækkar og samstundis økist vandin fyri at fáa blóðtøpp. Tey allarflestu eta meir enn tað, og koma so brúsitablettirnar aftrat, økist vandin fyri at fáa blóðtøpp munandi, sigur Hjartafelagið. Í Danmark vórðu seldir 21,5 milliónir samdøgursskamtir av brúsutablettum í fjør, og tað vísir at talan er um vanligan heilivág í flestu heimum. Bretska kanningin vísir, at um fólk javnan nýta brúsutablettirnar, so sjeyfaldast vandin fyri høgum blóðtrýsti, og vandin fyri at doyggja tíðliga, er ein triðing hægri enn hjá fólkum sum nýta annan pínustillandi heilivág. Tí mælir danska Hjartafelagið fólki frá at nýta brústablettir sum pínustillandi heilivág, og heldur nýta vanligar tablettir. Og Hjartafelagið vil hava myndugleikarnar at krevja av teimum sum gera brúsutablettirnar, at innihaldið av salti sæst týðuliga á pakkanum. Magnus Jákupsson hevur svomið seg í semifinaluna í 50 m rygg í EM kappingini, sum verður hildin í Herning í hesum døgum. Magnus sum umboðar Danmark í kappingini, kom á mál við tíðini 24.27. Hetta var fjúrtanda besta tíðin í kappingini, og tískil nóg mikið til eitt hálvfinalupláss Hálvfinalurnar í 50 m rygg hjá monnum verða í dag klokkan 15 30 føroyska tíð. Unn Patursson, Eyð Berghamar Jacobsen, Greta Svabo Bech, Guðrið Hansdóttir og Arnfríð L tzen hava funnið saman í bólkin KATA. Hesar 5 evnaríku songkvinnur syngja í hesum høpi mest bulgarskar fólkasangir, ið eru útsettir til kvinnurøddir, men nú í desember eru føroyskir jólasangir eisini á skránni. KATA syngur í Vesturkirkjuni 16. desember í sambandi við konsertina Í menniskjum góður tokki. Somuleiðis verður konsert leygardagin. 21. desember kl. 16 í Miðvágs kirkju og í Havnar kirkju sunnudagin 22. desember kl. 17. Morgunsendingin fekk orðið á Pól Sundskarð stutt eftir, at hann var komin til Viðareiðs. Hann var væl fyri, hóast hesin túrurin var sera strævin. Á GPS urinum kundi hann staðfesta, at hesin túrurin var góðar 118 kilometrar. Myndina tók Gunrið Kallsberg, tá Pól Sundskarð júst var komin á mál Limirnir í vísindasiðseminevndini eru nú Jens Andreasen, deildarlækni og granskari, Shahin Gaini, yvirlækni og granskari, Ann Østerø, depilsleiðari á Rannsóknarstovuni á Landssjúkrahúsinum, Armgarð Arge, cand. theol og tíðindakvinna, Oluf Færø, cand. scient, Halgir Winther Poulsen, cand. jur., advokatur, Gunvør á Norði. Varalimir eru Katrin Danielsen, kommunulækni, Poula Reinert Petersen, sjúkrarøktarfrøðingur og cand. scient. san., Kári Purkhús, lívfrøðingur og Marita Debes Magnussen, medisinskur mikrobiologur Áðrenn farið verður undir heilsuvísindaliga granskingarverkætlan, sum fevnir um menniskju ella menniskjaligt lívfrøði, skal verkætlanin góðkennast av serligari nevnd, sum ber heitið Vísindasiðseminevndin. Atlit til rættindi og trygd hjá teimum, ið luttaka í granskingarverkætlanum, eru altíð týdningarmiklari enn vísindalig áhugamál fyri at skapa møguleikar fyri menning av nýggjari vitan. Jógvan Zachariassen sigur Langt forspæl leiðir til gott sex. Gott sex tekur tíð og tol. Vit fáa mest burturúr sex, tá ið vit hita upp við forspæli. Forspæl er eisini, tá ið maðurin dustsýgur. So um maður tín gongur runt við dustsúgvara í hond, so veist tú, hvar klokkan er sligin. Hann skal tó minnast, at forspælið byrjar fleiri dagar frammanundan, og ikki lítla løtu áðrenn ástarleik. Tit minnast jú myndataluna Ein maður er sum ein mikroovnur, meðan kvinnan er, sum ein brenniovnur, heldur Jógvan Zachariassen. Hugleiðingin hjá Jógvani um forspæl, kemur aftan á, at eina kvinnan í brævi sínum spyr, hvussu hon og maðurin finna nærleikan aftur. Umframt Jógvan, so svara Ann Dahl Hansen, prestur, og Turið Horn, parráðgevi, eisini brøvunum í sendingini. Annað brævið er frá kvinnu, sum als ikki skilur, hví maður hennara hevur hug til, og tørv á, at vera vinur við sínar eks damur á Facebook. Hetta ger hana øvundsjúka, og gevur trupuleikar teirra millum. Triðja brævið er frá manni í 50 unum. Kona hansara hevur ikki havt hug til sex í longri tíð, og hevur hetta ført við sær, at hann hevur leitað sær aðrastaðni. Eg havi framvegis góðan hug, og tað veit hon Eri eg tá ótrúgvur , spyr maðurin. Á Facebook síðuni hjá sendingini her, Kyn amp kenslur á Facebook letur upp í nýggjum kaga , kanst tú lesa øll brøvini, umframt at tú eisini kann lesa viðmerkingar lurtarar hava til brøvini. Tær báðar Astrid Foldarskarð og Birita Debes hava kappast í 50 metra firvald í morgun. 47 luttakarar vóru við í kappingini. Astrid Foldarskarð kom á mál á einum samlaðum 40. plássi og Birita Debes kom á mál á einum 42. plássi. Sostatt kom hvørgin teirra víðari til hálvfinalurnar. Nakrar vikur undan bankaskrædlinum í Íslandi boðaði Kaupthing frá, at sjeikurin Mohammed Bin Khalifa Bin Hamad al Thani úr Qatar hevði keypt 5 prosent av bankanum. Handilin styrkti álitið hjá partabrævamarknaðinum á Kaupthing, men tað, sum bankin ikki upplýsti, var, at handilin varð framdur við einum láni frá Kaupthing sjálvum. Tingrætturin í Reykjavik dømdi í gjár fyrrverandi forstjóran í bankanum, Hreiðar Már Sigurðsson, hálvtsætta ára fongsul, meðan fyrrverandi nevndarformaðurin, Sigurður Einarsson, fekk fimm ára fongsul. Magnus Gudmundsson, som var forstjóri í Kaupthing í Luksemburg, fekk trý ára fongsul, meðan Ólafur Ólafsson, sum var næststørsti partaeigarin í bankanum undan skrædlinum, fekk hálvtfjórða ára fongsul. Hetta er størsta málið, sum higartil er reist í kjalarvørrinum á bankakreppuni í Íslandi. Ákærin, Ólafur Thor Hauksson, førdi 50 vitni í rættinum. Eyðbjørn Joensen hevur eisini roynt seg í morgun í 100 m frísvimjing, hann svam teinin 53.35, eitt sekund seinni enn sína bestu tíð. Eyðbjørn endaði á einum 62. plássi í kappingini. Umframt teir sjey føroysku svimjarnar sum luttaka í EM stuttgeil eru Elin Kallsberg Matras og Dan Hjelm úttikin at verða dómarar í kappingini. gjárkvøldi helt Elin Kallsberg Matras eyga við geilini donsku kvinnurnar vunnu gull í liðsvimjing. Hvussu megnaðu føroysku miðlarnir samanborið við miðlarnar í Danmark og í Bretlandi at viðgera veðurlagsráðstevnurnar, sum vóru í Keypmannahavn í 2009 og í Meksiko í 2010 Hetta hevur Unn Laksá, sum hevur lisið samfelagsvísindi í Onglandi kannað og herfyri vardi hon sína phd ritgerð við universitetið í Liverpool. Skotið verður upp at lækka ferðaseðlaprísin 15 prosent. Og ein hálv millión skal brúkast til at betra sambandið við útoyggj, sigur Fíggjarnevndin eisini. Næsta ár lækkar hámarkið 10.000 krónur, niður í 120.000 krónur, og síðani niður í 115.000 krónur í 2015, í 110.000 krónur í 2016 og 105.000 krónur í 2017. Hámarkið endar á 100.000 krónur í 2018. Undir fyrstu viðger í løgtinginum var spurningurin reistur, um tað er rættvíst, at lesandi sleppa upp í ALS, tá tey ikki eru við til at rinda í kassan. ICES hevur gjørt uppskot um um fyrisitingarætlan fyri svartkjaft. ICES hevur eftir verandi fyrisitingarætlan mælt til at fiska 950.000 tons av svartkjafti næsta ár, men kvotan kann hækka, um nýggja fyrisitingarætlanin verður samtykt, sigur Andras Kristiansen, samráðingarleiðari. Enn er eingin avtala gjørd við Noreg ella ES um at samráðast sínámillum fiskirættindi fyri næsta ár, sigur hann. Nýggjur fundur verður um svartkjaftin 20. januar. Limirnir í Føroya Kommunufelag og Kommunusamskipan Føroya hava fyrrapartin niðurlagt feløgini bæði. Og so er eitt nýtt felag stovnað, har allar landsins 30 kommunur standa saman í einum og sama felag. Lítil ivi er um, at avbjóðingarnar hjá kommununum eru stórar, nú stór øki skulu leggjast út undir kommunalt ræði, samstundis er heldur eingin ivi um, at kommunurnar við hesum vilja styrkja í samráðingum við landsmyndugleikarnar. Fyri 25. ferð kemur út bók við tekningum eftir Óla P, sum hava staðið í Sosialinum farna árið. Har hevur Óli verið fastur teknari øll hesi árini, men hann hevur eisini teknað fyri onnnur bløð, til dømis Tíðindablaðið og Dimmalætting. Óli var longu heilt ungur fastur teknari tey flestu árini, tá Rukkulakkin kom út upp undir Norðoyastevnu við tekningum og øðrum skemti ikki bert um lokalu hetjurnar í Klaksvík, men eisini um tey, sum gjørdu um seg í til dømis lands politikki og aðrastaðni. Minst til, tá í tíðini var einki sjónvarp, bløðini høvdu ikki bestu umstøður til myndaprent, so tekningarnar vóru forkunnugar, og tað kundi meira enn so henda seg, at tú ikki hevði vitað hvør persónurin var, um tú ikki hevði sæð hann á eini tekning hjá Óla P. Tað eydnaðist fyri løtu síðan Magnusi Jákupssyni, sum svimur fyri Danmark, at seta nýtt dansk met í 50 m rygg í EM kappingini, sum verður hildin í Herning. Í dag hoyra vit um nýggja filmin, sum hevur verið sýndur í biografinum. Filmurin eitur Dýr er barnaverð , vit hitta høvundin Steintór Rasmussen, Rakul Ró, sum er 11 ára gentan í filminum og Beintu Clothier, sum er mamman í filminum. Síðani fara vit at tosa um vættrar, Eyðun Andreasen fer at greiða frá, og børn í Argja skúla, siga sína hugsan. Eisini hoyra vit eina vættrasøgu, sum Ella Smith Clementsen hevur skrivað. At enda hoyra vit hoyrispælið Jól í 5.a, sum Jákup Veyhe leggur til rættis. Umboð fyri flokkarnar hava havt fund í Fíggjarmálaráðnum seinnapartin. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, er bjartskygdur og vónar, at flokkarnir koma til eina endaliga niðurstøðu mánadagin. Hann vil kortini einki siga um, hvør loysn er á borðinum. Álitið, sum meirlutin Bárður Nielsen, Bill Justinussen, Jákup Mikkelsen og Rodmund Nielsen hava skrivað, kann neyvan kallast ein álitisváttan til landsstýriskvinnuna í almannamálum Anniku Olsen. Hennara samgongufelagar halda í øllum førum, at framskrivingar innan forsorg, arbeiðsfremjandi tiltøk, fólka og fyritíðarpensjón eru ov høgar. Tí hevur meirlutin skorið hesar játtanir við 27,5 million samanborið við figgjarlógaruppskotið. Felags fyri allar hesar játtanir er, at tær eru lógarbundnar. Tað vil siga, at landsstýrið SKAL rinda øllum, sum hava rætt til hesar veitingar, sína upphædd. Men meirlutin í fíggjarnevndin heldur, at talið av móttakarum ikki er rætt. Meinhard er uppvaksin og búsitandi í Norðagøtu, og starvast dagliga sum lærari á Studentaskúlanum á Kambsdali og HF skeiðnum í Klaksvík. Eftir ein steðg í meir enn eitt ár verður Meinhard skjótt aftur at hoyra í útvarpinum, tí eftir nýggjár fer hann at gera eina nýggja, tíðaravmarkaða sendirøð um eldri tónleik. Birita Debes var fysti svimjarin í hylinum á 3.degnum í EM á stuttgeil í Herning. Birita luttók í 50 metra rygg. Hon svam teinin í tíðini 28.78. Hetta rakk til eitt 30. pláss av teimun tilsamans 42 luttakarnum. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, ætlar at styrkja handilsviðurskiftini við Russland. Hann var á fundi í bæði Russlandi og Kasakstan í november í royndini at tryggja føroyskum útflytarum so góðar treytir sum tilber. Tørvurin á góðum handilsviðurskiftum í londunum eystanfyri hevur sjáldan verið størri. Handilsbannið sum ES setti í verk í summar hevur uttan iva við sær, at útflutningurin til Russlands í ár verður metstórur. Tað eru serliga føroyskur uppisjóvarfiskur og laskur, sum hava stóran áhuga eystanfyri. Løgmaður boðaði tá frá, at Løgmansskrivstovan fer at seta eina sendistovu á stovn í Moskva. Málið verður nú fyrireikað, og tað manglar ein játtan á fíggjarlógini til at seta sendistovuna á stovn. Tað fer at kosta útivið 3,3 milliónir krónur. Fíggjarnevndin tekur undir við ætlanini at seta eina sendistovu á stovn í Russlandi, men tey halda, at tað hevði verið best í fyrstu atløgu at fingið eina frágreiðing um, hvussu mest fæst burturúr teimum sendistovunum, Føroyar hava nú. Fíggjarnevndin heldur, at løgmaður skal fara í Løgtingið við einari uttanríkispolitiskari frágreiðing, sum eisini viðger virksemi hjá sendistovu Føroya, áðrenn ein føroysk sendistova verður reist í Moskva. Løgtingið fer mánadagin at viðgera álitið hjá Fíggjarnevndini um fíggjarlógina fyri 2014. Eftir ta viðgerðina verður atkvøtt um broytingaruppskotini og um lógaruppskotið sum heild. Bygnaðurin í landsfyrisitingini hevur verið umrøddur javnan, síðani hann eftir búskaparliga skrædlið varð settur í verk í 1996 undir leiðslu av danska embætismanninum, Finn Norman Christensen. Atfinningar hava verið frammi um, hvørt miðfyrisitingin virkar nóg væl, og spurnartekn verður tíðum sett við, hvørt verandi bygnaður er skynsamasta loysnin í mun til avmarkaðu orkuna. Eisini verður spurt, um bygnaðurin kann verða ein forðing fyri munagóðum felags loysnum. Tískil hevur tað verið afturvendandi ynski at endurskoða bygnaðin í landsfyrisitingini bæði millum landsstýrisfólk, løgtingsfólk, starvsfólk og onnur. Tað stendur í skrivi frá Løgmansskrivstovuni um arbeiðssetningin hjá tí bólki, sum settur er at endurskoða miðfyrisitingina, ið at enda skal spara landinum fimm milliónir krónur í 2015 og 10 milliónir krónur í 2016 og árini frameftir. Endamálið er at spara pening, men samstundis eisini at styrkja fakliga umhvørvið hjá embætisverkinum. Jacob Vestergaard sigur við útvarpið fyrrapartin, at svarið verður sent í dag ella í morgin. Maria Damanaki segði á tíðindafundinum í Tinganesi hósdagin, at hetta tilboðið er munandi betri enn tey tilboðini, sum føroyingar fyrr hava fingið. Hann hevur góðar vónir um at Pál Joensen fær eitt gott úrlit, men at vit kunnu rokna við hvørjum sum helst. Finalan í 1500 metrum byrjar klokkan 15 30 føroyska tíð. Óli svam teinin við tíðini 15 34 74, 10 sekund seinni enn tillmeldingartíðin. Óli var als ikki nøgdur við avrikið, og heldur at ein av orsøkunum, til at tað ikki gekk eftir vild, var, at hann seinasta vikuskiftið eisini var í stórari kapping, tá NJM var í Føroyum. Hóast ikki tey stóru úrlitini eru komin enn, so er tað av stórum týdningi at ungu svimjarnir sleppa at royna seg seg í slíkum stórum kappingum. Fíggjarnevndin heldur, at stuðulsjáttanin til flokkarnar skal økjast við 1,2 millión krónum, so játtanin verður 3,6 milliónir krónur næsta ár. Fíggjarnevndin sigur í álitinum til fíggjarlógina, at henda játtanin er minkað munandi seinastu árini. Úrslitið er, at politisku flokkarnir hava lítlan møguleika at stuðla nýggjum valevnum, sum stilla upp. Fíggjarnevndin heldur, at tað er vorðin ein fíggjarligur spurningur, hvørt valevni klára at bjóða seg fram í valstríði, og politisku flokkarnir hava heldur ikki ráð at keypa sær ráðgeving. Játtanin til økið verður uppraðfest fyri at styrkja fólkaræðið og møguleikan hjá øllum at stilla upp, uttan mun til fíggjarlig kor, sigur Fíggjarnevndin. Tað eydnaðist fyri løtu síðan Páli Joensen at svimja seg til eitt silvurheiðursmerki á Evropameistarastevnuni á stuttgeil í Herning. Pál lat tó ongantíð heiðursmerkjaplássið fara sær úr hondum, og setti alt í teir síðstu 200 metrarnar og kom á mál sum nummar 2 við tíðini 14.35.99, sum eisini er nýtt persónligt met hjá vábinginum. Eg føldi meg ongantíð vissan í, at eg fór klára at svimja meg til eina medalju, meðan vit svumu, sigur Pál Joensen, sum í løtuni er tann næstbesti svimjarin í Evropa. Sí samrøðuna, Kringvarpið gjørdi við Pál Joensen, beint eftir at hann hevði svomið seg til eitt silvurheiðursmerki í EM kappingini í svimjing, sum er í Herning. Birita svam skjótast av føroysku svimjarnum, hon svam teinin í tíðini 26.56, Astrid kom á mál í tiðini 26.61 og Guðrun svam teir 50 metrarnar í tíðini 26.86. Í dag hoyra vit 3.part av bókini VInurin. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2012. Helle Thede Johansen hevur skrivað. Fyrsta bókin hjá henni var Vikarurin, sum eisini hevur verið lisin í Barnaútvarpinum. Bókin Vinurin, snýr seg um tey í 5.b, har Anna er høvuðspersónur, og hon brúkar alla tíð sína á internetinum. Hon kjattar við Mikkjal, men hvør er Mikkjal. Eisini hoyra vit um vinfólkini Barbaru og Berg. BIrita Mohr lesur. Pál Joensen hevur verið í í síni seinastu kapping í EM kappingini í Herning, tá hann morgun svam 200 metra frísvimjing. Pál hevur sína styrki á teimum longru teinunum, tí lá tað ikki í kortunum, at vábingurin fór at svimja seg í 200 metra frí finaluna. Pál megnaði tó at svimja seg til eitt 26. pláss út av 81 luttakandi svimjarnum við tíðini 1.47.03.Hatta var 1 10 seknud frá føroska metinum, sum Pál sjálvur eigur. Sum heild er Pál nøgdur við sítt avrik á Evropameistarastevuni, men irðar seg tó yvir, at hann ikki kláraði seg betur í 400 m frísvimjing, men hann kann tó fara heimaftur við einum silvurmerki um hálsin sum hann í gjár vann á 1500 metrunum. Eyðbjørn Joensen svam skjótast av hesum trimum ungu svimjarunum. Hann kom á mál við tíðini 1 53.49, Alvi Hjelm svam teinin við tíðini 1 53.54, og tíðin hjá Óla Mortensen var 1 54.94 Skálvíkingurin Eyðun Viderø er av ættini undir Gerðabrekku, sum fekk eftirnavnið Viderø. Frá mammuni, sum var av Sandi, fekk hann Mohr til millumnavn. Abbin í Skálavík kallaði fleiri av sínum børnum upp eftir kendum fólkum í søgu og bókmentum. Eitt nú skrivaðist pápi Eyðun onki minni enn Martin Luther. Skálavík var áhugaverd bygd fyri børn og ungdóm. Nógv spæl var í fjøruni og á víkini, og tú kundi eisini fara við fleygastongini. Lærarin lærdi Eyðun at lesa nótar, tá orgul var komið í húsið, og úr bygdarlívinum fekk hann áhuga fyri bæði kvøðing og harmonikutónleiki. 08 40 Streymurin er aftur farin ymsastaðni í Havn. SEV sigur við Kringvarpið , at arbeitt verður at fáa streymveitingina støðugari Í tilbúgvingarboðunum heitir løgreglan á fólk um ikki at fara út um dyr, umframt at løgreglan eisini heitir á fólk um ikki at ferðast millum bygdir. Norðari Ringvegur í Havn er afturlatin fyri allari ferðslu, eftir at háspenningslinjurnar duttu niður á vegin stutt fyri klokkan seks í kvøld. Bilar knústust, eitt skip sleit og rak fyri vág og vind og húsatekjur fóru í vindinum. Ódnarveðrið hevur gjørt skaðar kring alt landið, men hvussu sær út, har tú ert ella vart í gjár Redaktiónin á kvf.fo vil fegin vísa okkara lesarum, hvørjar skaðar ódnarveðrið, sum gjørdi um seg um vikuskiftið, hevur gjørt kring alt landið. Tí vilja vit fegin frætta frá júst tær. Send okkum tínar myndir frá ódnarveðrinum um vikuskiftið til netvarp kvf.fo , viðmerk Myndir frá ódnarveðrinum. Í dag savna vit myndirnar frá okkara lesarum saman og vísa tær á kvf.fo. Tú kanst eisini skriva nakrar reglur um, hvat sæst á myndunum. 11. partur av leiki í 15 pørtum, sum Vár Berghamar Jacobsen hevur skrivað. Kári Linderoth Jacobsen hevur gjørt tónleikin. Finnur Hansen er tøkningur. Politiið fekk fráboðanir um 326 skaðar í ódnarveðrinum um vikuskiftið. Í ódnini í gjár og í gjárkvøldið frætti politiið um 273 skaðar frá middegi til á midnátt. Leygardagin var eisini illveður, og tá fekk politiið 53 fráboðanir um skaðar. Flestu skaðarnir vóru í Norðoyggjum, Eysturoynni og í Suðurstreymi. Longu klokkan trý korter til fýra seinnapartin í gjár heitti løgreglan á fólk um ikki at fara út og ikki koyra millum bygdir. Ikki fyrr enn á midnátt batnaði veðrið aftur. Klokkan trý korter til seks í gjárkvøldið fór streymurin í stórum parti av landinum. Serliga í Havn vardi streymloysið í nógvar tímar. Tey seinastu fingu ikki streymin aftur fyrr enn í nátt. Tekjan á Vinnuháskúlanum við Krákugjógv reiv og feyk á høvuðslinjuna hjá SEV til Havnar. Klokkan sjey mistu tey eisini streymin í Sandoynni og í Vágum. Um sjey tíðina kom fráboðan um, at russiski trolarin, Ross, sum hevur ligið í Kollafirði í nøkur ár, hevði slitið og var rikin á land á Signabø. Í morgun verður avgjørt, hvussu berast skal at fyri at fáa trolaran avaftur. Brimil skal bjarga trolaranum. Eldrasambýlið á Tvøroyri, sum er í gerð, fekk skaða, og stutt fyri klokkan níggju skrivaði Norðlýsið, at partur av tekjuni á nýggja røktarheiminum í Klaksvík var farin. Tað gjørdist kortini ikki neyðugt at flyta fólk úr bygninginum. Nógvir bilar fingu skaða, tá bingjur fuku á teir. Eftir midnátt hevur politiið fingið nakrar fráboðanir afturat um skaðar. Millum annað um bilar, sum vindurin hevur flutt. Einasti fólkaskaði, sum politiið veit um, hendi í Saltangará, tá takplátur av bygninginum hjá Beta raktu ein bil og knústu ein rút. Eitt fólk í bilinum fekk glas í andlitið og eyguni. Klokkan hálvgum níggju í gjárkvøldið var vindferðin 54 m sek. á Oyggjarvegnum við Norðradalsskarð og 51 m sek. á Heltnini á Oyndarfjarðarvegnum. Nógva staðni var vindferðin oman fyri 40 m sek. Løgtingið fer í dag at atkvøða um fíggjarlógina fyri 2014. Fíggjarlógin er seinasta málið á dagsskránni fyri tingfundin, sum byrjar klokkan 11.00. Harafturat hevur minnilutin, andstøðan, síni egnu broytingaruppskot. Í báðum førum verður hallið minni enn tær 250 milliónirnar, sum landsstýrið hevur í sínum uppskoti. Við tí, sum Fíggjarnevndin er samd um, verður hallið 219 milliónir krónur í 2014. Sambært uppskotinum hjá andstøðuni og tí, sum Fíggjarnevndin er samd um, verður hallið 228,7 milliónir krónur Løgtingið skal eisini atkvøða um uppskotið hjá landsstýrinum um at minka rentustuðulin. Fíggjarnevndin mælir frá at samtykkja uppskotið, uttan tann partin, sum er um hámarkið fyri, hvussu nógvar rentur geva rentustuðul. Tað hámarkið lækkar so líðandi niður í 100.000 krónur í 2018. Faðirleys grønlendsk børn vilja hava endurgjald fra danska statinum. Tað stendur í eini lóg, sum fólkatingið skuldi viðgera hesa vikuna. Tað eru serliga, amerikanarar, danir og føroyingar, sum í 50unum og 60unum lótu fleiri túsund børn eftir seg í Grønlandi. Grønlendsku børnini vilja nú hava at vita, hvør pápin er, og tað skal uppskotið, sum er lagt fyri fólkatingið, geva teimum loyvi til. Men eftir ynski úr Grønlandi, er viðgerðin av uppskotinum útsett, tí grønlendsku polittikararnir vilja eisini hava í uppskotið, at børnini, sum ongan arv hava fingið, tí pápin er deyður, skulu fáa endurgjald. Síðani í 1938 hava donsk børn havt krav um at kenna pápan. Tann rættin fingu grønlendsk børn ikki fyrr enn í 1963, og í norður og eysturgrønlandi ikki fyrr enn í 1974. Vit halda, at staturin eigur at rinda teimum løgfrøðiliga faðirleysu endurgjald, tí tey ikki arva pápan. Eg havi ikki sett nakra upphædd á, men tað hevur týdning, at eitt ávíst endurgjald verður latið teimum, sum ikki arva, sigur Sara Olsvig, fólkatingslimur,og forkvinna í grønlandsnevndini hjá fólkatinginum. Vit vilja ikki at standa við einum endurgjaldskravi, mótvegis teimum familjum, har pápin eigur barn ella børn í Grønlandi, og sum kanska taka væl ímóti okkum, tá vit gera vart við okkum. Tað fer bara at hava størri trupulleikar við sær. Tí er neyðugt, at staturin rindar eitt endurgjald til fólk sum vilja tað, tí staturin hevur ikki hildið sína skyldu mótvegis hesum fólkum, sigur hon. Høvuðslinjan til Havnina fór í gjárkvøldið, tá tekjan reiv á Maskinmeistaraskúlanum undir Krákugjógv, og tekjan kvetti bæði steyrar og linjur av. Dugni, sum hevur skúlatilboð við Áir, hevur seinastu tvey árini hildið aftur við at lýsa alment við umsóknarfreistum. Orsøkin er, at tað hava verið so nógvar umsóknir, at skúlin hevur ikki sæð seg føran fyri at tikið ímóti øllum næmingunum. Men nú talar Almannamálaráðið at. Á skúlanum við Áir eru næmingar, sum taka 9. flokk og FHS prógv. Skúlaárið 2012 2013 vóru 19 næmingar tiknir inn. Á bíðilista stóðu 52 næmingar. Og til FHS vóru 14 næmingar tiknir inn, á bíðilista stóðu 17 næmingar. Skúlaárið í ár hava enn fleiri næmingar staðið á bíðilista. Men tað eru ikki øll, sum søkja, ið sleppa inn á skúlan. Føroyar taka ikki av tilboðnum frá Mariu Damanaki, ES fiskivinnukommisseri, sum hon læt Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni, tá hon var á vitjan í Føroyum í farnu viku. Tað var ein serlig uppliving at uppliva verkið soleiðis. Hetta havi eg ikki sæð áður, sigur Magnus Hansen. Hann sat á loftinum í Vesturkirkjuni, tá streymurin fór stutt fyri klokkan seks sunnukvøldið. Hann hevur eisini sjálvur verið við í framførsluni okkurt árið. Framførslan av Messias hjá H ndel í Vesturkirkjuni sunnudagin gjørdist ikki sum kórið og orkestrið ella áhoyrarnir í kirkjuni høvdu væntað als ikki, tá saman um kom. Konsertina fara tey helst at minnast leingi. Tá verkið Messias var komið umleið í helvt, fór streymurin í Vesturkirkjuni og tað gjørdist bølamyrkt í kirkjuni. Hóast streymslitið helt kirkjukonsertin fram eftir ein lítlan steðg, men við einum øðrum dámi í myrkaløgdu Vesturkirkjuni. Tað var ein avbjóðing hjá tónleikarum og sangarum, at framføra verkið í bølamyrkri. Fartelefonir og kertuljós vórðu brúkt, so kór og orkestur kundu síggja nótarnar, sigur Magnus Hansen, ið gjørdi videoupptøkuna her. Presturin í kirkjuni helt fyri, at kirkjufólkið kundi syngja nakrar sálmar, meðan orkestrið og kórið fekk riggað til aftur. Kirkjufólkið sang tveir jólasálmar, og framførslan av Messias kundi halda fram í ljósglæmunum frá fartelefonum og kertuljósum. Á ólavsøku var farið undir átakið Vit velja Føroya . Tað var Kommunusamskipan Føroya og tíggju vinnufyritøkur, sum tóku seg saman um at seta hetta átakið í verk. Endamálið við hesum átakinum er at marknaðarføra tað góða við at búgva, liva og virka í Føroyum. Men hvat er komið burturúr nú fimm mánaðir eftir at kommunusamskipanin og vinnan fóru undir hetta átakið at Vit velja Føroyar Í útvarpsstovuni morgun vóru Eyðun Christiansen aðalskrivari í Kommunusamskipan Føroya og Marita Rasmussen stjóri í Vinnuhúsinum. Sosialisturin, Michelle Bachelet, hevur eftir øllum at døma vunnið forsetavalið í Kili. Hon hevði fingið 63 prosent av atkvøðunum, tá ein triðingur av atkvøðunum var taldur. 62 ára gamla Bechelet var fyrsti kvinnuligi forsetin í Kili, og sat sum forseti frá 2006 til 2010. Hon fekk 47 prosent av atkvøðunum í fyrra valumfarinum, men tað var ikki nóg mikið til at sleppa undan einum valumfari afturat. Forsetavalið er serligt, tí Michelle Bachelet og Evelyn Matthei vóru vinkonur barnaárini, og endaðu á hvør sínum vongi í kilenskum politikki. Matthei er dóttir fyrrverandi herovastan, Fernando Matthei, sum var vinmaður herovastan, Alberto Bachelet, pápa Michelle Bachelet. Vinarlagið helt fram, til herovastin, Augusto Pinochet, tók valdið í Kili í 1973. Kvettið gjørdi, at vinarlagið ímillum herovastarnar reyk. Fernando Matthei gjørdist ein týðandi herleiðari undir Pinochet, meðan Alberto Bachelet stuðlaði frákoyrda Salvador Allende. Hann varð tikin, píndur, og doyði seks mánaðir eftir kvettið. Tað er framvegis ógreitt, hvussu verður við sáttmálanum hjá Pedagogfelagnum við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Vit hava staðfest, hvar ósemjan er, og í vikuni taka vit støðu til, um tað loysir seg at royna at finna eina semju, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður. Pedagogfelagið sendi boð eftir Semingsstovninum 5. desember, eftir at samráðingarnar við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið steðgaðu. Gesturin í morgun var Herleif Hammer, sum er nýggjur rektari í Hoydølum. Men Herleif er ikki ókendur í Hoydølum, tí hann hevur verið virkandi rektari síðani Mikkjal Helmsdal legði frá sær seinasta summar. Starvið er tó tíðaravmarkað til útbúgvingarnar flyta inn í Skúladepilin í Marknagili væntandi tann 31. juli 2016. Herleif Hammer er 43 ára gamal og útbúgvin cand.phil. í søgu og siðsøgu frá Fróðskaparsetri Føroya. Tað ætlar Vinnumálaráðið, sum hevur sent uppskot um at broyta lógina um Føroyska altjóða skipaskránna til hoyringar. Sambært lógini frá 1992 kunnu føroysku manningarfeløgini bara gera sáttmálar fyri fólk, sum búgva í Føroyum, ikki fyri útlendingar, sum sigla við FAS skipum. Hendan ásetingin tænti sínum endamáli tá. Ætlanin við henni var, sigur Vinnumálaráðið, at tryggja reiðaríunum í FAS bíliga útlendska arbeiðsmegi. Stúrt varð fyri, at føroysku feløgini fóru at trýsta seg til sonevndar eksklusivsáttmálar , so bara føroyingar fóru at manna skipini í FAS. Hetta kundi havt við sær, at handilsskip við heimstaði í Føroyum fóru at flagga um til fremmant flagg. Men nú hevur altjóða felagið hjá flutningsarbeiðarum, ITF, gjørt vart við seg. Felagið sigur, at føroyska lógin forðar føroysku manningarfeløgunum í at verja rættindini hjá útlendsku sjófólkunum í FAS. ITF hevur sett føroyska flaggið á listan við hentleikafløggum. Skal ITF taka føroyska flaggið av aftur hesum lista, er ein av treytunum, at tað verður gjørligt hjá føroyskum fakfeløgum at vera við, tá sáttmálar verða gjørdir við útlendsk fakfeløg. Tað er eitt afturstig, um støðan hjá ITF ger, at reiðarí í FAS flagga út, sigur Vinnumálaráðið. Vinnumálaráðið sigur harafturat, at tað er sera óheppið, um fleiri reiðarí ikki koma upp í FAS. Tókst tú eisini myndir í ódnarveðrinum um vikuskiftið Ella fert tú út í dag og hevur myndatólið ella fartelefonina við tær So vilja vit fegin frætta frá tær. Redaktiónin á kvf.fo vil fegin vísa okkara lesarum, hvørjar skaðar ódnarveðrið hevur gjørt kring alt landið, sæð gjøgnum tíni eygu. Sendið okkum tínar myndir frá ódnarveðrinum til netvarp kvf.fo , viðmerk Myndir frá ódnarveðrinum. Tú kanst eisini senda okkum nakrar reglur um myndirnar og samanhangin. Løgtingið samtykti endaliga fyrrapartin, at blokkurin úr statskassanum til Føroya verður 635,4 milliónir krónur næsta ár, 3,2 milliónir krónur størri enn í ár. 22 atkvøddu fyri og sjey ímóti. Landsstýrið og danska stjórnin eru samd um, at ríkisveitingin í 2014, 2015 og 2016 verður tann sama sum í ár, men tó prístalsviðgjørd hvørt ár sambært danska prístalinum. Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur rósar sløkkiliðum og bjargingarfeløgum kring landið, sum høvdu nógv at gera í ódnarveðrinum. Enn er ov tiðliga at siga nakað fyri vist, men ábendingar eru um, at skaðarnir ikki eru so nógvir í tali, men kanska størri í vavi, sammett við ódnina í 2011, sigur Regin Hammer, stjóri í Tryggngarfelagnum Føroyum Vit eru fýra partar, sum skulu býta tilfeingið, vit eiga í felag. Vit gera eina avtalu, tá vit halda, at vit hava fingið tað, vit hava uppiborið. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur havnað tilboðnum frá Damanaki. Sjálvur vil hann ikki kalla tað eitt tilboð. Eingin skal geva okkum nakað, vit hava rætt til, minnir hann á. Tey fýra strandarlondini, ES, Noreg, Ísland og Føroyar nærkast spakuliga einari semju. Tað heldur landsstýrismaðurin, at uppskotið vísti greitt. Tað var eisini orsøkin til, at hann segði, at tilboðið var áhugavert. Hann vónar, at semja fæst um makrelbýtið í januar, eisini hóast umboð fyri norsku fiskivinnuna hava sagt, at tey taka undir ongum umstøðum undir við uppskotinum, sum Damanaki gav Føroyum. Damanaki hevur skotið upp, at Føroyar fáa 11,9 prosent av makrelbýtinum næsta ár. Sjálvur vil landsstýrismaðurin ikki váttað talið 11,9 prosent, men tað er í øllum førum ikki langt burtur, ásannar hann. Men Føroyar skulu hava meira enn tað. Uppskotið hjá Damanaki er í øllum førum ov langt burturi frá teimum 15 prosentunum, sum Føroyar krevja. Tey fimtan prosentini eru kortini ikki eitt ófrávíkiligt krav. Nei, tað er tað ikki. Tað vita hinir partarnir eisini. Partarnir flyta seg allatíð, staðfestir Jacob Vestergaard, uttan at siga, hvussu nógv Føroyar vilja slaka. Hann ger eisini greitt, at Føroyar skulu hava meira enn Ísland. Útgangsstøðið fyri samráðingunum var, at Ísland fekk null prosent av kvotuni, og Føroyar fingu sløk fimm prosent. Tí heldur hann ikki, at nakað grundarlag er fyri, at Ísland fáa eins nógvan makrel at fiska sum Føroyar. ES ætlar at bjóða Føroyar ein pakka, sum Jacob Vestergaard tekur til. Umframt makrelkvotuna vera handilsforðingarnar millum ES og Føroyar umrøddar í tilboðnum, sum Damanaki hevur givið Føroyum. Tað er helst í eini roynd at fáa Føroyar at slaka í sínum krøvum í makrelsamráðingunum. Jacob Vestergaard heldur, at tað hevur órógvað meira enn tað hevur gagnað samráðingunum, at Damanaki hevur umrøtt handilsviðurskiftini millum londini í hesum samráðingunum. Hon hevur tosað um ávís viðurskiftini, umframt makrelsamráðingarnar. Tað er kortini ov lítið ítøkiligt til, at eg vil viðmerkja tað, sigur landsstýrismaðurin. Uttanlandsnevndin hevur ikki verið við til at tikið avgerðina at havna uppskotið hjá Jacob Vestergaard. Hann sigur, at Løgtingið hevur givið honum heimild at semjast við hini strandarlondini, og Uttanlandsnevndin skal bara geva sítt samtykki, áðrenn tann endaliga avtalan verður undirskrivað. Vinnuháskúlin við Krákugjógv í Havn fekk so mikið stóran skaða, tá tekjan reiv í gjárkvøldið, at har verður eingin skúlagongd fyribils. Soleiðis greiðir Torkil Sørensen, granni hjá Maskinmeistaraskúlanum við Krákugjógv í Havn frá, tá tekjan á skúlanum reiv, og kvetti høvuðskaðalin hjá SEV til Havnina av. Nú er greitt, at avlurtingarpakkin verður ikki avgreiddur í løgtinginum fyri jól. Rættarnevndin hevur avlurtingarpakkan til viðgerðar, og hon skal hava fund aftur um broytingarnar í rættargangslógini eftir nýggjár, tann 8. januar. Umboð fyri fleiri stovnar og fakfólk eru boðsend á fund í Rættarnevndini, millum annað advokatar, sorinskrivarin og Dátueftirlitið. Eisini er landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, biðin um at møta á fundi í Rættarnevndini um avlurtingina. Johan Dahl umsitur fjarskiftislóggávuna, sum skal broytast í sambandi við heimildirnar, ið løgreglan eftir ætlan skal fáa við avlurtingarpakkanum. Fjarskiftislógin skal áleggja telefyritøkunum at geva løgregluni tær dátur, sum løgreglan fær heimild til, um rættargangslógin verður broytt. Avlurtingarpakkin er aftur á skránni í Rættarnevndini síðst í januar, og tað merkir, at danska løgmálaráðið ikki kann leggja lógaruppskotið fyri Fólkatingið í januar, sum ætlanin annars hevur verið. Vestmanna bygdarráð viðgjørdi í síðstu viku eitt mál um at vetrarfriða Fjalshaga. Umsitingin hjá kommununi hevur í eina tíð samráðst við umboð fyri Fjalshaga um at friða part av vetrarbitinum hjá haganum. Úrslitið av samráðingunum varð viðgjørt á bygdarráðsfundinum, har bygdarráðið samtykti uppskotið. Málið er ikki endaliga samtykt av eigarunum í Fjalshaga. Hagin skal ætlandi viðgera uppskotið á hagafundi millum jól og nýggjár. Fundur hevur eisini verið við Neshaga. Avtalað varð, at kommunan ger fullfíggjað uppskot til hagan at leggja fyri hagastevnu komandi vár. Triði hagin, sum eisini hevur rætt til vetrarbit, er Heygahagi fremra helvt. Arbeiðið at hegna seyðin úti verður helst ikki byrjað, fyrr enn allir tríggir sáttmálar eru undirskrivaðir, stendur at lesa á heimasíðuni hjá Vestmanna kommunu. Kommunan kunnar á heimasíðu sínari um, at av tí at ein munandi partur av teimum lesandi kemur úr øðrum pørtum av landinum, so vil Vágs kommuna rætta lesandi eina hjálpandi hond at fáa tak yvir høvdið í Vági. Fleiri sethúsaeigarar, sum leiga út íbúð ella hús, hava longu vent sær til kommuna, og kommunan vil fegin frætta frá øðrum, sum eisini hava áhuga at leiga út. Í sendingini sigur Niels Uni Dam sína hugsan um Allan Tausen og nýggju útgávuna, Unknown. Harumframt verða fleiri sangir av fløguni spældir, so lurtarin sjálvur eisini kann meta um útgávuna. 12. partur av leiki í 15 pørtum, sum Vár Berghamar Jacobsen hevur skrivað. Kári Linderoth Jacobsen hevur gjørt tónleikin. Finnur Hansen er tøkningur Einasta broyting, sum løgtingið góðtók, er tann, at hámarkið fyri, hvussu nógvur rentur geva rentustuðul, verður lækkað. Løgtingið feldi í gjár uppskotið hjá Fíggjarmálaráðnum um minni rentustuðul. 26 atkvøddu fyri broytingaruppskotinum hjá samdari Fíggjarnevnd um ikki at minka rentustuðulin. Og soleiðis broytt varð uppskotið hjá Fíggjarmálaráðnum samtykt við 28 atkvøðum. Sambært tí, sum løgtingið samtykti í gjár, lækkar hámarkið 10.000 krónur, niður í 120.000 krónur næsta ár, og síðani niður í 115.000 krónur í 2015, í 110.000 krónur í 2016 og 105.000 krónur í 2017. Hámarkið endar á 100.000 krónur í 2018. Rentustuðlin minkar kortini næsta ár. Tí sambært galdandi lóg fer hann niður í 35 prosent. Men so minkar hann ikki meira. Í ár er rentustuðulin 36 prosent. Landsstýrið vildi hava rentustuðulin niður í 34,5 prosent næsta ár, og so skuldi hann minka so líðandi niður í 30 prosent í 2018. Tí líkist tað ongum, at Maria Damanaki, fiskivinnukommisserur, av sínum eintingum, uttan at tosa við Noreg fyrst, bjóðar føroyingum størri part av makrelkvotuni. Tað sigur Esben Sverdrup Jensen, stjóri í felagnum hjá donskum uppsjóvarvirkjum, Danmarks Pelagiske Producentorganisation, við Fiskeritidende. Esben Sverdrup Jensen minnir á, at ES og Norra gjørdu eina tíggja ára avtalu í 2009 um, hvussu ES og Noreg skulu býta fiskakvoturnar millum sín. ES og Noreg eiga at standa saman í samráðingunum við Føroyar og Ísland um makrelin, sigur Esben Sverdrup Jensen. Føroyar tóku annars ikki av tilboðnum um størri part av makrelkvotuni, sum Maria Damanaki hevði við sær til Føroya í síðstu viku. Strandarlondini eru framvegis ikki samd um, hvussu stóra makrelkvotan, sum er næstan ein millión tons, skal býtast millum londini næsta ár. Ætlanirnar koma fram í einum skrivi, sum Bjørn Kalsø sendi fíggjarnevndini í síðsta mánaði í sambandi við viðgerðina av fíggjarlógini næsta ár. Áðrenn fíggjarnevndin skrivaði álitið, vildi hon hava landsstýrismannin at greiða skrivliga frá ymiskum viðurskiftum. Ein spurningur snýr seg um, hvørjar ætlanir eru við kringvarpsgjaldinum næsta ár. Bjørn Kalsø skrivar í svarinum, at arbeitt verður við at gera broytingaruppskot til kringvarpslógina, har millum annað kringvarpsgjaldið skal verða undantikið MVG. Harumframt verða lýsingarmøguleikarnir hjá Kringvarpinum broyttir, og stuðul verður veittur privatu miðlunum frá inntøkunum av lýsingum í almenna sjónvarpinum. Útflutningurin av uppsjóvarfiski er 11 prosent minni í ár enn sama tíðarskeið í fjør. Munurin er enn størri, um hugt verður at søluvirðinum, tí í peningaligum virði er útflutningurin minkaður 16 prosent. Orsøkirnar eru helst fleiri, men sambært Poul Huus Sólstein, sølustjóra hjá Atlantic Pelagic, hava fleiri skip landað í Fuglafirði, og fleiri virkir hava eisini flutt fisk til Fuglafjarðar í ár. Frá januar til oktober útflutti alivinnan 48.500 tons fyri tvær milliardir og 15 milliónir krónur Tað eru 548 milliíonir fleiri enn sama tíðarskeið í fjør. Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í Marine Harvest í Føroyum, væntar ikki, at meiri verður alt næsta ár, og tí verður prísurin í 2014 eisini góður og í ár. Løgtingsfólkini Páll á Reynatúgvu og Sirið Stenberg vilja hava løgtingið at biðja landsstýrið fyrireika og leggja fram lógaruppskot um at gera tunlar til Dals, Fámjins, Gjáar og Tjørnuvíkar. Allar broytingarnar, sum Fíggjarnevndin var samd um, vórðu samtyktar. Sambært teimum verður hallið í fíggjarlógini næsta ár 219 milliónir krónur, góðar 30 milliónir minni enn í uppskotinum hjá landsstýrinum. Fundurin millum samgonguna og andstøðuna um ein leist fyri Skálafjarðartunnilin og Sandoyartunnilin varð av ongum í gjár. Tunnilsbólkurin og floksformenninir vóru á fundi í Fíggjarmálaráðnum fríggjadagin, og tá var ætlanin at hava ein fund afturat í gjár. Í farnu viku kom kortini fram, at tað, sum samgongan og andstøðan samráðast um, í stóran mun byggir á tunnilsuppskotið, sum Tjóðveldi legði fyri løgtingið fyrr í ár. Tað segði Kristina Háfoss, løgtingskvinna, á tingsins røðarapalli í sambandi við eitt annað mál. Men tað, sum Kristina Háfoss, helst sipar til, er uppskotið, sum Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi og Aksel V. Johannesen úr Javnaðarflokkinum løgdu fram. Onnur tingfólk hava váttað fyri útvarpinum, at tunnilsleisturin, sum samgongan og andstøðan arbeiða við, líkist hesum uppskotinum . Uppskotið heimilaði landsstýrismanninum at stovna eitt nýtt partafelag við 10 milliónum í partapeningi at byggja, reka og fíggja Skálafjarðartunnilin og Sandoyartunnilin. Sambært uppskotinum setur landið tilsamans 260 milliónir krónur í partafelagið í eitt níggju ára skeið. Vagnur Michelsen hitti Sonju Jógvansdóttir til kaffiprát í morgun Eg kenni ikki Sonju, men eg haldi, at hon er ein spennandi persónur og dugir ótrúliga væl at svara fyri seg í fjølmiðlunum, segði Vagnur Michelsen áðrernn hann hitti Sonju. Í seinasta lagi í februar skal landsstýrismaðurin í fíggjarmálum koma við uppskoti um at broyta eina lóg, sum løgtingið fer at samtykkja seinni í vikuni. Meirilutin í Fíggjarnevndini, samgongumenninir, er ikki fegin um at leggja eykaskatt á alivinnuna og fiskivinnuna, sum hava meira enn milliónina í vinningi. Landsstýrið vil hava eykaskattin, sum er 2,5 prosent, upp í sjey prosent næsta ár. Umboð fyri alivinnuna hevur saman við embætisfólki hjá landsstýrinum arbeitt við at fáa eina varandi skipan fyri skatt og loyvisgjøld hjá alivinnuni. Ein semja er komin undir land. Samgongufelagarnir hjá Jørgen Niclasen halda, at landsstýrismaðurin skjótast tilber og í seinasta lagi í februar 2014 eigur at leggja eitt boytingaruppskot fyri løgtingið. Mamma Jónas Høgnason Tungá, Kristin Bjørk Tungá, hevur ongantíð havt møguleikan at takka gentuni, Ruth Millum Garðarnar, sum tók sær av Jónasi umborð á Smyrli. Tí skjeyt Kristin upp, at Ruth skuldi fáa jólakurvuna frá morgunsendingini. Vinnunevndin hevur skrivað álit um uppskotið hjá Jacob Vestergaard, landsstýrismanni, um treytirnar fyri fiskiskapin eftir norðhavssild og makreli næsta ár. Makreltilboðið, sum Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, vrakaði í sunnukvøldið, verður væntandi umrøtt á fundi í ES fiskivinnuráðnum í Brússel í dag. Makrelsamráðingarnar eru ikki eitt punkt á skránni, men føroyska sendistovan í Brússel frættir, at fiskivinnukommisserurin, Maria Damanaki, er biðin um at kunna um støðuna í sambandi við eitt uppskot um TAC, sum er mest loyvda veiða, og kvotur fyri 2014, ið er eitt høvuðsmál á skránni. ES fiskivinnuráðið kann bert áseta fyribilstøl fyri teir fiskistovnar, sum ES hevur felags við onnur lond, tí eingin avtala er um TAC ella býti. Fundurin millum fiskimálaráðharrarnar úr ES limalondunum byrjaði seinnapartin í gjár, og helt fram fyrrapartin í dag. Fundurin í dag er ikki almennur, men vanligt er, at ES kommisserurin í hesum førum Maria Damanaki hevur tíðindafund aftaná. Enn er ikki greitt, nær tíðindafundurin verður. Mamma Jónas Høgnason Tungá, Kristin Bjørk Tungá, hevur ongantíð havt møguleikan at takka gentuni, Ruth Millum Garðarnar, sum tók sær av Jónasi umborð á Smyrli. Tí skjeyt Kristin upp, at Ruth skuldi fáa jólakurvuna frá morgunsendingini. Sendingin í kvøld snýr seg um mammu, pápa og børn. Hon snýr seg um at føroyski mynduleikin hevur valt, at foreldramynduleikin í høvuðsheitinum skal verða hjá mammuni og hon snýr seg um hvat avleiðingarnar eru fyri páparnar. Samr.v. Kári á Rógvu, formaður, Javnstøðunevndin. Olaf Mortensen, pápi. Dorte Palm Mortensen, fulltrúi. Henrik Møller, dómari Sóleyð Petra Hansen Guðny Eikhólm, nevndarlimur, BUR Vertur Høgni í Jákupsstovu. Gjørt sendingina hava Høgni í Jákupsstovu Hallur E. Thomsen Elsa Thomsen Ivan Niclasen Ein máti fáa størri opinleika í løgtingsarbeiðnum er at hava opin samráð. Fólkatingið hevur opin samráð og tey hava kostað trimum ráðharrum sessin seinasta árið. Orsøkin var, at teir allir hava logið fyri Fólkatinginum. Spurningurin er, um vit eisini eiga at hava henda møguleika í Løgtinginum. J ógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, og Jóanes N. Dalsgaard, stjórnmálafrøðingur, vera í sjónvarpsstovuni. Liljan Weihe er vertur. Tað vísir ein nýggj framrokning, sum Hagstova Føroya hevur gjørt. Hagstovan brúkar til hesa meting ein nýggjan framrokningarhátt, sum byggir á gongdina í fólkatalinum síðani 1985. Hagstovan væntar, at livialdurin hjá føroyingum hækkar næstu 40 árini. Tá rokna hagfrøðingarnir við, at meðal livialdurin verður 88 hjá kvinnum og beint oman fyri 84 ár hjá monnum. Fyrrapartin valdi samveldistingið við stórum meiriluta hana aftur til samveldiskanslara. Merkel fekk 462 av teimum 631 atkvøðunum í samveldistinginum. Seinni tók forsetin, Joachim Gauck, hana í eið sum samveldiskanslara. Tá valið var av, fór hon á fund í nýggju stjórnini, har tríggir flokkar eru við, hennara egni flokkur, CDU, systurflokkurin, CSU og javnaðarflokkurin, SPD. Flokkurin hjá Angelu Merkel, CDU, vann valið til samveldistingið í september, men hann fekk ikki nóg stóra undirtøku til at skipa stjórn einsamallur. Tað er ikki óhugsandi, at almenningurin sleppur at lýða á, tá Annfinn V. Hansen, kanningarstjóri, fer at spyrja eitt nú Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, og Kára P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismann í innlendismálum, um teirra leiklut í málinum um Skálafjarðartunnilin. Tað var í síðstu viku, at Kári á Rógvi, doktari í lóg, mælti kanningarstjóranum til at stroyma beinleiðis um internetið, so øll kunnu fylgja við. Annfinn V. Hansen sigur við útvarpið í dag, at sum hann skilir eru í útgangsstøðinum ongar reglur fyri, hvussu hoyringarnar skulu fara fram. Tað merkir, at kanningarstjórin kann sjálvur gera av, um almenningurin skal fáa høvið at fylgja við, tá partarnir í málinum verða hoyrdir. Í sendingini greiðir Dávur millum annað frá vinnandi stuttfilminum Terminal, ið er filmaður og framleiddur í London, har Dávur hevur gingið á filmskúla í tvey ár. Vit vóru við, tá sýnsmenn vóru og hugdu at Vinnuháskúlanum við Krákugjógv í í Havn. Skúlin lekur í eyri og seyri, og stórir hylar eru inni í flokshølum og skrivstovum. Fyrr í ár avgjørdi 20 ára gamla Katrin Fagranes Clemmensen, at hon ikki tímdi keðiliga gerandislívið longur, so hon valdi at flyta til skíðstaðið L alpe d huez í staðin. Ofta hava bókasøvn bøkur, sum eingin lænir longur, og sum tey sleppa sær av við. Ert tú í Keypmannahavn ella øðrum lestarbýum er smart at fara á bókasøvnini hjá universitetunum, tí tey ofta hava bøkur, hvørs innihald er so útgingið, at næmingar ikki kunnu nýta tær longur. 13. partur av leiki í 15 pørtum, sum Vár Berghamar Jacobsen hevur skrivað. Kári Linderoth Jacobsen hevur gjørt tónleikin. Finnur Hansen er tøkningur Fríggjadagin fáa Johan Dahl og Vinnumálaráðið eina frágreiðing frá grannskoðaranum hjá Strandfaraskipum landsins um fíggjarligu støðuna hjá stovninum tann 30.november. Og í nátt vísti landsstýrismaðurin aftur í skrivi til løgtingið og Fíggjarnevndina, at hann hevur dult fyri løgtinginum, hvør veruliga støðan var hjá Strandferðsluni. Johan Dahl sigur, at bæði løgtingið og Fíggjarnevndin fingu at vita, at Strandfaraskip landsins skuldu brúka 143,8 milliónir í ár og fekk 139 milliónir í fíggjarlógini. Tí noyddist stovnurin at spara í 2013. Johan Dahl sigur eisini, at fíggjarleiðarin hjá Strandferðsluni, Hans Petur Joensen, sendi sunnudagin limunum í Fíggjarnevndini teldubræv um fíggjarligu støðuna uttan at stjórin, Bogi Mortensen, visti av tí. Í brævinum skuldsetur fíggjarleiðarin Johan Dahl fyri at dylja upplýsingar fyri løgtinginum, Bogi Mortensen er ikki til arbeiðis fyri sjúku í tríggjar vikur. Johan Dahl hevur sett Hans Jóhannes á Brúgv sum fyribils stjóra á Strandfaraskipum landsins. Ísland vísir ikki aftur uppskotinum hjá ES um makrelbýtið. Men Føroyar svaraðu nei. ES hevur givið Íslandi og Føroyum uppskot um knappliga 12 prosent í part av makrelkvotuni næsta ár. Føroyar søgdu nei. Men tað gjørdi Ísland ikki, segði Maria Damanaki, fiskivinnukommisserur, á tíðindafundi í Brússel í gjár. Hon segði, at Ísland og Føroyar fingu eitt uppskot frá ES Maria Damanaki segði, at uppskotini, sum Ísland og Føroyar fingu frá ES, vóru góð. Ísland tekur undir við uppskotinum, segði hon. Men Føroyar tóku ikki undir við tí. ES hevur havt samband við Norra, sum sambært Damanaki er tann sameindi hjá ES í makrelstríðnum, um uppskotið, sum Ísland og Føroyar fingu. Norra hevur eisini uppskot um kvotubýti. Fæst ikki semja millum strandarlondini, fer ES í øllum førum at fiska makrelin burðardygt, segði Maria Damanaki á tíðindafundinum í Brússel í gjár. Sum hon segði at enda, so er burðardyggur fiskiskapur hjá ES fortreytin fyri, at ES kann seta tiltøk í verk móti teimum, sum ikki fiska burðardygt. Fíggjarleiðarin á Strandferðsluni, Hans Petur Joensen, vil vera við í skrivi til fíggjarnevndina, at Vinnumálaráðið hevur givið honum munnkurv. Hetta vil Vinnumálaráðið heldur ikki kennast við. Ráðið hevur leitað í skjølum, og tað tættasta, sum kann møguliga kann misskiljast sum ein munnkurv, er tað, ið kemur fram í teldupostsamskifti millum báðar partar 11. desember í fjør. Tá skrivar fíggjarleiðarin á Strandferðsluni til Gunnleyg Árnafjall, fíggjarfulltrúa, at hann ætlar at senda eina fráboðan til síni starvsfólk. Í fráboðanini stendur, at av tí at Fíggjarnevndin ikki hevur tikið atlit at hækka ferðaseðlaprísin, so má Standferðslan finna sparingar aðrastaðni fyri 4,8 milliónir krónur. Tað merkir at skerja túratalið hjá bæði Smyrli og Teistanum, og at Teistin skuldi sigla við tveimum manningum í staðin fyri trimum. Sama dag svarar fíggjarfullttrúin í Vinnumálaráðnum, at hon heldur, at útlmeldingin tykist eitt sindur ógvislig . Hon heldur millum annað ikki, at leiðslan hevur lagt upp fyri, at játtanin til olju er munandi økt. Síðani heldur brævasamskiftið millum báðar partar fram, har tey ákæra hvør annan fyri ikki at lesa tølini rætt. Hetta var 11. desember í fjør. Sparingin, sum leiðslan á Strandferðsluni ætlar senda út til síni starvsfólk, varð ongantíð sett í verk. Úrslitið er, at játtanin hjá Strandferðsluni ikki heldur. Og fíggjarleiðarin á Strandferðsluni hevur sent limunum í fíggjarnevndini bræv, har hann ákærir landsstýrismannin í vinnumálum fyri at hava dult upplýsingar fyri tinginum. Strandferðslan hevur fingið boð um at møta í Fíggarnevndini, tá landsstýrismaðurin er biðin um at møta til fundar at viðgera fíggjarlógaruppskotið fyri 2013 og 2014. Tó bar ikki til hjá Strandferðsluni at møta til fundin, tá F ggjarlógaruppskotið fyri 2014 var viðgjørt, av tí at Smyril avlýsti túrin vegna veður, skrivar Vinnumálaráðið. Rúni M. Hansen, føroyski stjórin hjá Statoil, váttar fyri Oljuni.fo, at flestu viðurskiftini eru avgreidd, og at pallurin kemur til Føroya í apríl. Fyrst verður borað á Brugduni ll leiðini, har borað eisini varð í fjør, og síðani verður farið á Súlan Stelkur leitimiðið. Hesin seinni brunnurin verður boraður einans 2 3 fjórðingar úr bretska markinum. Væntandi verður pallurin á føroyskum øki í umleið hálvt ár, tað veldst um úrslitið av boringini. Statoil er fyristøðufelag í báðum brunnunum. Í fyrra brunninum eru feløgini Statoil, ExxonMobil og Atlantic Petroleum. Í tí seinna eru Statoil, OMV og DONG. Tað eru oljufeløgini, sum hava leitiloyvi í Føroyum. Trolarin Skálaberg endar nú í Grønlandi. Hann varð keyptur úr Argentina til Íslands fyri einum góðum ári síðani. Skálaberg kom til Íslands í mai í ár, men hann hevur ligið í Reykjavík síðani. Íslendska felagið Brim, sum keypti Skálaberg, hevur staðfest, at grundarlag er ikki fyri at lata Skálaberg fiska í íslendskum sjógvi. Tí verður skipið selt grønlendska felagnum Artic Prime Fisheries næsta ár. Brim eigur í grønlendska felagnum. Bæði grønlendingar og íslendingar vera við Skálabergi, tá hann fer at fiska fyri grønlendska felagið, veit íslendska kringvarpið at siga. Skálaberg varð seldur úr Føroyum til Argentina í 2010. Hetta er ein av spurningunum, sum vit hava fingið frá einum arbeiðsgevara, ið vil hava nakrar spurningar svaraðar um løn og nýggju pensjónskipanina, sum kemur í gildi á nýggjárinum. Í máltáttinum í morgun undrast ein lurtari á, hvat er vorðið av orðum sum higar og hagar, nústani og tástani og haðani og hiðani. Vár í Ólavsstovu var í útvarpsstovuni í morgun. Avleiðingarnar av hjúnaskilnaði kunnu vera nógvar og álvarsamar fyri børnini, um tey ikki verða sædd, hoyrd og viðurkend í teirra umstøðum. Tað er sjálvandi ógvuliga ymiskt, hvussu tey ávirkast av hjúnaskilnaði. Hetta er millum annað tengt at, hvussu gomul tey eru, og hvussu búgvin tey eru. Hetta sigur Bjarta Vilhelm, leiðari í Gigni, við Góðan Morgun Føroyar. Uttanlandsnevndin hjá løgtinginum hevur biðið Jacob Vestergaard, landsstýrismann, og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, um at koma í samráð í morgin klokkan tíggju. Nevndin ætlar at spyrja um makrelsamráðingarnar og handilsforðingarnar hjá ES móti Føroyum og gerðarrættarmálini um tær. Samráðið er so loyniligt, at nevndin almannakunnger heldur ikki spurningarnar, sum hon hevur sent landsstýrismanninum og løgmanni. Nevndin skrivaði spurningarnar í gjár. Tað hevur ljóðað, at Uttanlandsnevdnin er misnøgd, tí Jacob Vestergaard ikki ráðførdi seg við hana, áðrenn hann svaraði Mariu Damanaki, sum í síðstu viku, hon var her, gav føroyingum eitt uppskot um, hvussu stóran part av makrelkvotuni, Føroyar eiga at fáa næsta ár. Men Jákup Mikkelsen, formaður í Uttanlandsnevndini, hevur ongar viðmerkingar um tað ella um samráðið í morgin yvirhøvur. Hann sigur, at limirnir í Uttanlandsnevndini fingu avrit av svarinum hjá Jacob Vestergaard, áðrenn hann sendi tað til Brússel. Jákup Mikkelsen sigur, at hann fekk svarið leygardagin. Jacob Vestergaard sendi svarið til Brússel sunnukvøldið. Jákup Mikkelsen vil ikki siga, um hann sendi landsstýrismanninum viðmerkingar um svarið, ella, um nevndin varð biðin um at gera viðmerkingar. Jacob Vestergaard hevur sagt, at hann hevur heimild at samráðast um makrel. Og tá hann hevur eitt úrslit, fer hann at ráðføra seg við Uttanlandsnevndina. Eftir at løgtingið við aðru viðgerð av fíggjarlógini ikki gekk umbønini á møti, vónar løgmaður nú, at ein broyting verður gjørd, áðrenn fíggjarlógin verður endaliga samtykt. Johan Dahl, landsstýrismaður, hevur biðið grannskoðaran hjá Strandferðsluni um at gera støðuna. Frágreiðingin verður væntandi tøk fríggjadagin. Hann hevur eisini biðið sítt egna aðalráð um at gera ein frágreiðing. Prísurin fyri stakar túrar lækkar niður í 100 krónur fyri túrin, kubbar við 40 túrum fara at kosta 2.000 krónur, og kubbar við 20 túrum fara at kosta 1.000 krónurLækkingin er ávikavist 200 og 100 krónur Fyri størri akfør lækkar prísurin fyri stakar túrar niður í 300 krónur Tá talan er um kubbar við 40 túrum, lækkar prísurin niður í 6.000 krónur og fyri 20 túra kubbar niður í 3.000 krónurLækkingin er ávikavist 400 og 200 krónur Nevndirnar tóku avgerð um at lækka prísirnar, eftir at vøksturin í ferðsluni vaks fimm prosent í Vágatunlinum og góð seks prosent í Norðoyatunlinum fyrstu 11 mánaðirnar í ár. Breiða semjan um Skálafjarðartunnilin og Sandoyartunnilin livir enn, hóast ætlaðu samráðingarnar í vikuni higartil hava verið av ongum. Uppskotið, sum arbeitt verður við byggir á uppskotið, sum Bjørt Samuelsen og Aksel V. Johannesen løgdu fram fyrr í ár, er at verkætlanin skal vera almenn. Á fíggjarlógini eru 15 milliónir krónur játtaðar til partafelagið Skálafjarðartunnil og Sandoyartunnil, men ivasamt er, um tunnilsuppskotið verður lagt fram fyri jól. Men Føroyar og ES eru framvegis ikki samd. Og fiskivinnukommisserurin gjørdi vart við, at tiltøk móti teimum, sum sambært ES ikki fiska burðardygt, eru hugsandi. Íslendski samráðingarleiðarin, Sigurgeir orgeirsson, váttar fyri Útvarpinum tað, sum Maria Damanki sigur um understanding . Men hann vil ikki vátta, at talan er um 11,9 prosent til Íslands. Amøban kann gerast ein bumba undir føroysku alivinnuni, ávara norskir alarar. Ódnirnar herja aftur um oyggjarnar. Føroyingar yvirtóku veðurtænastuna frá dønum í 2009, men enn hevur politiski myndugleikin ongan veðurfrøðing sett at spáa um veðrið. Hjá tryggingarfeløgunum er telefonstormur eftir ódnarveðrið um vikuskiftið. Skaðar eru hendir um alt landið. Mett verður, at skaðarnir higartil hava kostað tryggingarfeløgunum 18 milliónir krónur. Fyrisitingin hjá løgmanni og landsstýrisfólkunum skal rationaliserast. Ein arbeiðsbólkur er settur at gera uppskot um nýskipanir. Frá á nýggjárinum skulu allir føroyingar spara saman til egna eftirløn, men framvegis eru yvir 3000 borgarar, sum onga pensjónsskipan hava. SSP samstarvið fór at virka í 2008. Endamálið er at upplýsa teimum ungu um vandan við kriminaliteti og týdningin av at hava reina revsiváttan. Og sambært tølunum hevur átakið riggað. Í 1995 vóru 1057 brot á revsilógina fráboðað løgregluni. Í 2012, tá møguleikarnir at fráboða við fartelefon og øðrum vóru munandi lættari, vóru 400 færri fráboðanir. Frágreiðingin, sum Vinnumálaráðið sendi til fíggjarnevndina í nátt um ruðuleikan á Strandferðsluni, gevur ikki ta sonnu myndina. Eitt sera áhugavert skjal vantar nevniliga í frágreiðingini, og hetta skjalið vantaðii eisini, tá útvarpið í gjár fekk innlit frá Vinnumálaráðnum. Skjalið er eitt bræv, sum váttar uppáhaldið hjá fíggjarleiðaranum á Strandferðsluni um, at leiðslan fyri einum ári síðani fekk munnkurv frá landsstýrismanninum, tá leiðslan annars ætlaði at kunna starvsfólkini og seta sparingar í verk, sum kundu fingið játtanina at halda. Fíggjarleiðarin orðar seg soleiðis í óvanliga brævinum, sum hann hevur sent Fíggjarnevndini um, at tingið ikki fær allar upplýsingar frá Vinnumálaráðnum Men einki í tilfarinum frá Vinnumálaráðnum til Fíggjarnevndina váttar, at fíggjarleiðarin hevur rætt í sínum uppáhaldi. Og kortini ER eitt bræv, sum heilt greitt staðfestir, at fíggjarleiðarin HEVUR rætt, tá hann sigur, at leiðslan hevur fingið munnkurv. Útvarpið hevur fingið hendur á brævinum, og tað vísir, at Gunnleyg Árnafjall, fíggjarfulltrúi, sum í nátt annars skrivaði frágreiðingina til fíggjarnevndina saman við aðalstjóranum í ráðnum, hevur sent leiðsluni á Strandferðsluni eina munnkurv frá Johan Dahl, landsstýrismanni. Í brævinum stendur orðarætt Góði Bogi Landsstýrismaðurin hevur givið boð um, at eingi boð skulu gevast starvsfólkunum fyrr enn eftir 3. viðgerð. Vinarliga Gunnleyg Árnafjall . Also júst sama orðing, sum fíggjarleiðarin brúkar í áheitan síni á fíggjarnevndina. Men hetta brævið hava fíggjarfulltrúin og aðalstjórin í Vinnumálaráðnum ikki tikið við í frágreiðingina til fíggjarnevndina, sum millum annað vildi hava at vita, hvat hetta vóru fyri ákærur um munnkurv. Í staðin fyri at viðhefta brævið við munnkurvini, vísa embætisfólkini til eitt annað nógv mildari bræv, sum varð sent leiðsluni á Strandferðsluni dagin fyri munnkurvina, og har landsstýrismaðurin ikki verður endurgivin fyri nakað, og har einki er í, sum kann líkjast eini munnkurv. Ódnin sunnudagin elvdi til nógvar skaðar á landsvegakervinum, hóast teir flestu eru smáir. Í flestu førum fingu skelti skaða, men eisini nøkur busskýlir brotnaðu, eins og bilverjur fóru um koll. Serliga var tað í norðara og eystara partinum av landinum, at vindmegin var mest, og hetta sæst eisini aftur á yvirlitinum yvir skaðar, sum eru staðfestir á landsvegakervinum. Í Norðurøkinum hjá Landsverki, ið fevnir um Norðoyggjar og Eysturoy, eru einir 50 av teimum umleið 70 skaðunum staðfestir. Nógv teir flestu skaðarnir eru á skelti, men í nøkrum førum er talan um brotnaði busskýli, eins og onkrar bilverjur og garðar máttu lúta undir nógva vindinum. Hinir skaðarnir eru í høvuðsheitum hendir á landsvegakervinum í Streymoynni í Vágum, meðan vegakervið í Sandoy og Suðuroy so at siga er sloppið snikkaleyst. Fólk frá stovninum arbeiða við at bøta skaðarnar, men tað gongur ein tíð, til allir skaðarnir eru bøttir, sigur Árni Jacobsen, økisleiðari í Norðurøkinum hjá Landsverki, sum er tað økið, ið er harðast rakt. Tað sigur fíggjarfulltrúin í Vinnumálaráðnum, Gunnleyg Árnafjall í stuttari viðmerking, nú tað er greitt, at frágreiðingin, sum hon hevur gjørt saman við aðalstjóranum til Fíggjarnevndina kann seta fíggjarleiðaran á Strandferðsluni í eitt verri ljós, hetta tí, at upplýsingar vanta í frágreiðingini frá Vinnumálaráðnum, sum stuðla fíggjarleiðaranum í sínum uppáhaldi. Gunnleyg Árnafjall sigur, at hon minnist ikki, at hon sjálv hevur skrivað brævið um munnkurvina frá Johan Dahl, landsstýrismanni, til leiðsluna á Strandferðsluni, og av tí at brævið ikki varð funnið, tá embætisfólk í gjár leitaðu gjøgnum teldupostarnar í ráðnum, ja, so varð tað ikki tikið við. Spurd, hvi skjalið ikki er journaliserað, sigur Gunnleyg Árnafjall, at samskiftið við Strandferðsluna er so ómetaliga stórt, og at alt ikki kann journaliserast. Tíðindini um, at fíggjarleiðarin á Strandferðsluni í síðstu viku sendi bræv til limirnar í Løgtingsins fíggjarnevnd, kom eftir øllum at døma sera óvart á Boga Mortensen, stjóra á Strandferðsluni, og hvøkkurin er beinleiðis orsøkin til, at hann nú er vorðin sjúkrameldaður. Mánadagin fyrrapart, eftir at landsstýrismaðurin hevur frætt frá formanninum í fíggjarnevndini, partamanninum Bárði Nielsen, og Rodmundi Nielsen, limi í fíggjarnevndini, at fíggjarleiðarin á Strandferðsluni, Hans Petur Joensen, hevur sent bræv til fíggjarnevndina, har hann ákærir landsstýrismannin fyri millum annað at hava dult upplýsingar fyri Fíggjarnevndini, skrivar landsstýrismaðurin teldupost til Boga Mortensen, stjóra, at vita, hvat hetta snúði seg um. Nakað aftan á fekk eg umvegis telefon fatur á Boga Mortensen, sum var sera illa við av hesum skrivi og ókunnugur um skrivið , skrivar Johan Dahl í telefonnotatinum. Víðari greiðir landsstýrismaðurin frá, at stjórin á Strandferðsluni helt, at samstarvið millum seg og Vinnumálaráðið var gott, og tí skilti hann ikki, hví hansara egni fíggjarleiðari hevði vent sær beinleiðis til Fíggjarnevndina. Dagin eftir vendir Bogi Mortensen sær aftur til Johan Dahl og sigur, at hann er sjúkrameldaður í nakrar vikur. Somuleiðis greiðir Bogi Mortensen frá, at hann hevur prátað við fíggjarleiðaran, sum einans hevur sagt við seg, at hann av sínum eintingum fór aftur um bakið á stjóranum, og hevði sent skrivið til fíggjarnevndina. Eftir telefonsamrøðuna tekur landsstýrismaðurin í vinnumálum avgerð um at seta Hans Johannes á Brúgv sum fyribils stjóra á Strandferðsluni. Fyri sjey døgum síðani var tað annars nógv, sum bendi á, at sendistovan kom ikki við bræði. Løgmaður vildi hava pengar til endamálið, men Fíggjarnevndin mælti til, at løgmaður fór í fyrsta umfari í Løgtingið við einari frágreiðing um, hvussu mest fæst burtur úr teimum sendistovunum, Føroyar hava nú. Fíggjarnevndin metti, at tá frágreiðingin var klár, kundi Løgtingið samtykkja eina játtan til sendistovu. Við triðju viðger í gjár vóru pengarnir kortini játtaðir uttan nakra uttanríkispolitiska frágreiðing. Fíggjarnevndin tekur undir við ætlanunum at seta sendistovu á stovn í Russlandi, men vildi hava avgerðina betri grundaða við einari frágreiðing. Tað er neyðugt at vita, hvussu vit fáa mest burturúr einstøku sendistovunum. Avgerðin at játta hesar pengarnar til Moskva er ikki betri grundað uttan frágreiðingina, men løgmaður vildi hava pengarnar nú, og fíggjarnevndin valdi at geva eftir, sigur hann. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, hevur mett at farast skuldi skjótast tilber undir arbeiðið at fáa sendistovu í Moskva. Tí vildi hann ikki bíða eftir pengunum til uttanríkispolitiska frágreiðingin var latin Løgtinginum. Støðan er fyri so vítt óbroytt. Vit vilja hava eina uttanríkispolitiska frágreiðing, men vit hava játtað pengarnar, tí landsstýrið vildi hava pengarnar nú, sigur hann. Føroyar hava sendistovu í Reykjavík, London, Keypmannahavn og Brússel, sum støðan er nú. Hesar sendistovurnar kosta áleið 12,5 milliónir krónur at reka árliga. Og nú verða tvær milliónir afturat til sendistovu í Russlandi. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, sigur í tíðindabrævi, at hetta er ein stórur politiskur dagur fyri føroyskan uttanríkispolitikk. Sendistovan í Russlandi verður eitt týdningarmikið amboð hjá Føroyum at styrkja handilsviðurskiftini við Russland og onnur eystanlond, sigur hann. Málið er at fáa sendistovuna at virka í 2014. Orðið pílagrímur merkir ein, sum ferðast um eingir. Alt okkara lív er sum ein ferðonki er støðugt, alt er í støðugari broyting. Sagt verður, at tað er sjálv ferðin vegurin, sum hevur størsta týdning, tí har er lívið. Lívið er tað besta vit hava liv tað og skunda tær spakuliga. Samrøða við danska prestin Kristine Stricher Hestbech. Lagt til rættis Armgarð Arge. Orðið pílagrímur merkir ein, sum ferðast um eingir. Alt okkara lív er sum ein ferðonki er støðugt, alt er í støðugari broyting. Sagt verður, at tað er sjálv ferðin vegurin, sum hevur størsta týdning, tí har er lívið. Lívið er tað besta vit hava liv tað og skunda tær spakuliga. Samrøða við danska prestin Kristine Stricher Hestbech. Lagt til rættis Armgarð Arge. Fíggjarlógin fyri 2014 varð samtykt í Løgtinginum við 23 atkvøðum fyri og trimum ímóti. Sjey atkvøður vóru blankar. Andstøðan hevði 18 broytingaruppskot, men einki av teimum varð samtykt. Andstøðan skeyt millum annað upp at geva Strandferðsluni størri játtan, so skipini kunnu sigla allar dagarnar á árinum. Brandur Sandoy, tingmaður fyri Fólkaflokkin, segði á tingsins røðarapalli, at hann fór at atkvøða fyri uppskotinum, hóast samgongan vanliga ikki tekur undir við uppskotunum hjá samgonguni. Tað uppskotið fall. 15 atkvøður vóru fyri, og 18 atkvøður vóru ímóti. Hallið á fíggjarlógini næsta ár verður 219 milliónir krónur. Tingfundur verður aftur tann 7. januar. 14. partur av leiki í 15 pørtum, sum Vár Berghamar Jacobsen hevur skrivað. Kári Linderoth Jacobsen hevur gjørt tónleikin. Finnur Hansen er tøkningur. Jákup Kristian Poulsen er fyribils settur sum stjóri í Sjóvinnustýrinum, meðan Hans Jóhannes á Brúgv er stjóri á Strandfaraskipum landsins. Sambært lógini um trygd á sjónum kann stjórin í Sjóvinnustýrinum ikki eisini vera stjóri á Strandferðsluni, tí Sjóvinnustýrið, sum umsitur skipaeftirlit, hevur eftirlit við strandfaraskipunum. Fíggjarnevndin fekk í gjárkvøldið frágreiðingina hjá Vinnumálaráðnum um múlabandið, sum Johan Dahl, landsstýrismaður, gav fíggjarleiðaranum hjá Strandfaraskipum landsins fyri einum ári síðani. Henda frágreiðing var ikki við, tá Fíggjarnevndin í gjáranáttina fekk frágreiðing um rokið á Strandferðsluni. Tá stóð, at Vinnumálaráðið hevur gjøgnumgingið samskiftið við Strandfaraskip landsins og hevur ikki givið fíggjarleiðaranum munnkurv. Men tá Útvarpið í gjár kundi upplýsa, at har var eitt múlaband í desember í fjør, tá fíggjarlógin fyri 2013 var í løgtinginum, kom tann parturin av samskiftinum, sum ikki kom undan kavi í Vinnumálaráðnum mikunáttina, afturíaftur. 12.desember í fjør sendi Vinnumálaráðið Boga Mortensen, stjóra á Strandferðsluni, teldupost um eitt bræv, sum fíggjarleiðarin, Hans Petur Joensen, ætlaði at senda starvsfólkunum hjá Strandfaraskipum landsins. Hans Petur Joensen ætlaði at kunna fólkið um støðuna hjá stovninum, nú Fíggjarnevndin var komin við sínum áliti um fíggjarlógina. Stovnurin skuldi spara 4,8 milliónir krónur Fyri manningarnar á Teistanum hevur hetta við sær, at bara tvær manningar skulu røkja Sandoyarleiðina. Fyri manningarnar á Smyrli verður avleiðingin væntandi, at arbeiðast skal niðursetta tíð. Hetta er støðan í løtuni. Endalig vissa fyri hesum átøkum fæst ikki, fyrrenn løgtingið hevur samtykt fíggjarlógina fyri 2013, skrivaði Hans Petur Joensen. Men Johan Dahl gav Boga Mortensen boð um, at brævið hjá Hans Peturi Joensen skuldi ikki sendast starvsfólkunum fyrr enn løgtingið hevði endaliga samtykt fíggjarlógin. Hans Petur Joensen fekk avrit av teldupostinum frá Johan Dahl til Boga Mortensen. Tí skrivaði Hans Petur Joensen til fíggjarnevndarlimirnar sunnudagin, at hann hevði fingið múlaband, var biðin um at tiga. Eitt múlaband, sum Vinnumálaráðið mikunáttina einki visti um. Vinnumálaráðið sigur, at tað hevði verið skeivt og í stríð við góðan leiðslusið, um leiðslan kunnaði starvsfólkini um eitt nú uppsagnir, áðrenn tað var greitt, um fíggjarlógin fór at hava við sær uppsagnir. Leggjast kann afturat, stendur í brævinum frá Vinnumálaráðnum til Fíggjarnevndina í gjárkvøldið, at politisk undirtøka var ikki fyri sparingunum, sum fíggjarleiðarin á Strandferðsluni ætlaði at kunna starvsfólkini um. Annika Olsen, landsstýriskvinna, legði í gjár lógaruppskotið um kommunalt samstarv um heimatænastu, eldrarøkt og annað fyri løgtingið. Sambært lógini skulu kommunurnar í seinasta lagi 1.juli skulu kommunurnar vera skipaðar í góðkend kommunal samstarvsøki og hava fingið skrivliga samstarvsavtalu um, hvussu eldraøkið skal umsitast. Ætlanin er, at kommunurnar fáa eldraøkið at umsita 1.januar 2015. Samstundis er komið lógaruppskot um heimatænastu eldrarøkt og annað. Fyrsti tingfundurin næsta ár verður týsdagin 7.januar. Formansskapurin skeyt upp fyri tinginum at víðka heimildirnar hjá umboðsmanninum til eisini at fevna um privatar stovnar, sum hava ábyrgd av børnum. Sett verður beinleiðis í lógina, at umboðsmaðurin skal tryggja og hava eftirlit við, at ST barnasáttmálin verður settur í gildi, og hava eftirlit við barnarættindum, sum eru ásett í føroyskari lóg, til tess at lúka skyldurnar í sáttmálanum. Týdningarmesta broytingin er, at umboðsmaðurin fær heimild at vitja privatar stovnar og fosturheim, sum hava ábyrgd av børnum. Hetta er eitt nú galdandi fyri frískúlar, privatar bú og umlættingarstovnar og fosturfamiljur, sambært barnaverndarlógini. David Arge Klevang Pedersen eigur lut í einum filmi við myndum, sum vórðu tiknar á Junofylgisveininum, tá hann nærkaðist jørðini. Fleiri enn hálv onnur miljón hava sæð filmin á You Tube, og hann hevur eisini verið umrøddur á eitt nú BBC og LA Times. Seinni í dag ella í seinasta lagi í morgin verður greitt, um Semingsstovnurin fær nakað burtur úr at royna at fáa semju millum Pedagogfelagið og arbeiðsgevararnar, Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið. Terji Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at seinni í dag ella í morgin verður greitt, um partarnir skriva undir sáttmála, ella Semingsstovnurin biður partarnar halda fram við samráðingunum uttan at Semingsstovnurin er við. Pedagogfelagið bað fyri tveimum vikum síðani Semingsstovnin koma upp í samráðingarnar. Ósemja er um útrokningarnar í sambandi við, at farast skal frá at rokna viðbøturnar fyri ólagaliga arbeiðstíð út í krónum og oyrum til at rokna tær í prosentum av lønini. Realurin hevur fyrsta veðrætt í skipinum, slakar sjey milliónir krónur. Realurin og EIK hava annan veðrætt. Hjá Realinum er kravið slakar fimm milliónir. Pantið hjá EIK er tríggjar milliónir krónur. EIK hevur eisini triðja veðrætt, har er pantið fýra milliónir krónur Fiskimannafelagið hevur eisini eitt krav móti reiðaríinum. Tað er 1,4 milliónir krónur Á fyrireikandi tvingsilssølufundi í Fútarættinum 15.januar verða krøvini móti reiðaríinum løgd fram. Sjálv tvingsilssølan verður 29.januar. Edna er bygd á Skála í 1984. Smápartafelagið Undir Vørðuni í Havn eigur skipið. Skipið hevur ligið í Havn eina tíð. Nýggjársaftan er fyri mong okkara ein tann mest kensluborni dagurin av øllum. Á gáttini til eitt nýtt ár, nýta vit høvi at líta aftur á farna árið. Saman við tí ókenda, sum liggur fyri framman,er tað ikki so løgið, at vit eru spent og gleða okkum til ársins seinasta dag. Tað eru hesar kenslur, sum liggja aftanfyri hugskotið um at senda eina beinleiðis sjónvarpssending í meira enn seks tímar sjálvan nýggjárssaftan. Høgni í Jákupsstovu er høvuðssamskipari av nýggjárssendingini. Tá vindurin var mestur, vóru útivið 60 metrar um sekundið á Norðradalsskarði, og í fleiri øðrum plássum vóru millum 40 og 50 metrar um sekundið. Eitt skifti fyrrapartin fór streymveitingin eisini í meginøkinum. Øll pláss hava fingið streymin aftur, uttan Norðradalur og Syðradalur. Bíðað verður eftir at vindurin minkar meir, áðrenn menn fara at kanna linjurnar, upplýsir Finn Jakobsen, tekniskur leiðari hjá SEV. Rani Wardum, vaktarleiðari á politistøðini í Havn, sigur, at tey hava fingið fráboðani rum 18 skaðar av Økrum til Viðareiðis og vestur til Sørvágs. Barnahúsið skal tryggja, at førleikarnir at taka sær av kynsligum ágangi og øðrum harðskapi ímóti børnum eru savnaðir á einum stað.Fyri at verja anonymitetin hjá børnunum og familjuni, verður ikki upplýst, hvar Barnahúsið heldur til. Samstarvsavtalan varð undirskrivað fyrrapartin. Barnaverndarstovan fer at umsita og reka Barnahúsið. Tað eru løgreglan og heilsumyndugleikarnir, sum samskipa Barnahúsið. Break fee milliónin til Copenhagen Infrastructure Partners stendur enn á kontu hjá Landsverki, hóast bert 12 dagar eru eftir av árinum, og nýggjar samráðingar hava verið um Skálafjarðartunnilin á politiskum stigi seinastu tíðina, uttan at CIP hevur verið við. Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, váttar, at Landsverk hevur ikki flutt milliónina. Landsverk hevur játtanina til Skálafjarðartunnilin um hendur. Ewald Kjølbro veit ikki at siga, um CIP endaliga hevur tikið seg úr samráðingunum, og harvið hevur rætt til at fáa nógv umrøddu milliónina, sambært avtaluni. Avtalan var ein treyt fyri, at samráðingarnar kundu halda fram um fíggigina av Skálafjarðartunnilinum, eftir at tað miseydnaðist Kára P. Højgaard at fáa upprunaliga, loyniliga sáttmálan undirskrivaðin stutt fyri ólavsøku. Break fee sáttmálin var og er enn eins og meginparturin av tilfarinum í málinum loyniligur, og føroyski almenningurin hevur ongantíð fingið innlit í avtalurnar millum danska íløgufelagið og Føroya Landsstýri. Stjórin í Landsverki vísir annars til Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum. Jørgen Niclasen hevur havt málið um hendur, síðani stutt eftir at Innlendismálaráðið var niðurlagt, og Kári P. Højgaard varð koyrdur til hús sum landsstýrismaður. Samráðingar hava verið um ein nýggjan leist fyri Skálafjarðartunnilinum síðani í summar. Men samráðingarnar millum flokkarnar seinastu mánaðirnar hava verið eins loyniligar, sum samráðingarnar millum Kára P. Højgaard og CIP. Hvørki landsstýrismaðurin ella floksumboðini í tunnilsbólkinum hava viljað sagt nakað um, hvat samráðst verður um, ella um CIP framhaldandi er partur av leistinum. Í prinsippinum eru samráðingar ikki slitnaðar, fyrr enn avtalaða break fee er sett í gildi og peningurin útgoldin. Í einum svari í løgtinginum 25. oktober endurgevur løgmaður burtur úr einum telduposti frá Rúna Róin frá CIP til Rúna Joensen, fyrrverandi aðalstjóra í Innlendismálaráðnum. Telduposturin er dagfestur 5. september. Í teldupostinum vísir Rúni Róin á, at CIP er sinnað at útseta freistina fyri break fee avtaluna, so stundir verða er at fáa politisku samráðingarnar undir land. Sambært tingfólkum verður fundur møguliga í tunnilsbólkinum í morgin. Limirnir høvdu tó ikki fingið fundarboð úr Fíggjarmálaráðnum fyrrapartin. Tá vindurin var mestur, vóru úti við 60 metrar um sekundið á Norðradalsskarði, og í fleiri øðrum plássum vóru mllum 40 og 50 metrar um sekundið. Í Havnardali reiv tekjan av fjósinum, har íslendsk ross halda til, og í Kollafjarðardali varð ein trailari hjá Faroe Ship tikin av vindi, og fór út av vegnum. Tað verður ein løta enn, áðrenn almenningurin fær at vita, hvat hendi í Marknalíð 3 í Havn mikukvøldið 20.november, tá ein 61 ára gamal maður varð funnin deyður í íbúð sínari. Aftur í dag avgjørdi Føroya rættur, at ikki er loyvt at endurgeva tað, sum verður sagt í rættinum um málið. Ein 68 ára gamal maður, sum er skuldsettur fyri við harðskapi at hava elvt til, at tann 61 ára gamli maðurin doyði, skal vera fýra vikur afturat í varðhaldinum í Mjørkadali. Verjin, Jógvan Páll Lassen, kravdi, at maðurin varð latin leysur í dag. Hann kærdi tó ikki úrskurðin hjá rættinum. Ákærin, John Kølbæk, fúti, kravdi aftur í dag, at ikki er loyvt at endurgeva frá rættarfundinum, tí rætturin vil ikki viðgera málið fyri afturlatnum hurðum. Verjin mótmælti ikki. Orsøkin til kravið er, at politiið er ikki liðugt at avhoyra øll vitnini. Og nøkur vitni skulu avhoyrast eina ferð afturat. Tá líkið av tí 61 ára gamla manninum var kannað, varð staðfest, at hann doyði av knívsstungu. Kvinnan kennir onga lívsgleði, og hevur ikki gjørt tað í 12 ár. Um jólini er sorgin enn tyngri. Hon heldur eisini, at sjeikurin og vinkonur eru troytt av hennara sorg og tunglyndi. Ann Dahl Hansen, prestur, svarar hesi kvinnu. Turið Horn, parráðgevi, svarar manni, sum skrivar, at alt tykist at detta frá hvørjum øðrum. Jógvan Zachariassen, pastor, svarar kvinnu, sum er í iva um hon skal gjalda ferðaseðil hjá soni, so hann kann sleppa niður at halda jól saman við pápanum, hóast pápin eigur at gjalda ferðaseðilin. Undir hesari yvirskriftini skrivar portal.fo grein um, at eitt felag, sum Jørgen Niclasen, ið nú er landsstýrismaður í toll og skattamálum, var stjóri í, fyrst í 90 unum snýtti landskassan fyri meira enn eina hálva millión krónur í tolli. Skjølini vísa, at pf. N. Niclasen í Sørvági, har Jørgen Niclasen var stjóri, flutti inn og seldi vørur, sum fyritøkan ikki rindaði toll av. Samlaða upphæddin var uppá 592.000 krónur, vísa skjølini. Nógv tann størsti parturin av upphæddini, 493.000 krónur, stavar frá vørum, sum komu til Føroya við skipum hjá Skipafelagnum Føroyum. Restin, góðar 99.000 krónur, stavar frá vørum, sum vórðu fluttar inn við øðrum skipafeløgum, Star, Føroyafrakt og øðrum húsagangsfeløgum , sum pf. N. Niclasen sjálvt orðar tað í skrivi til Tollstovuna. Hetta skrivið varð sent frá pf. N. Niclasen, tá roynt varð at finna eina loysn eftir, at myndugleikarnir høvdu varnast tað, sum fór fram. Tað eydnaðist tó ikki at finna eina loysn, og pf. N. Niclasen fór á húsagang, og raksturin fluttur yvir í eitt annað felag. Kommunurnar á Skálafjørðinum avtalaðu í gjár at fara undir eina tilgongd, har tær í felag skulu skipa eldraøkið, tá tað eftir ætlan verður lagt út til kommunurnar at umsita um eitt ár. Í uppskotinum til løgtingslóg um kommunalt samstarv á eldraøkinum, sum er lagt fyri løgtingið, verður mælt til, at kommunurnar í Eysturoy tó ikki Eiðis og Sunda kommunur gerast eitt samstarvsøki. Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava sagt frá, at tær báðar kommunurnar eru farnar undir eina tilgongd um at skipa eldraøkið hjá sær. Sambært uppskotinum skulu kommunurnar í seinasta lagi 1. mai komandi ár hava skipað seg í kommunal samstarvsøki. Tá eldraøkið er lagt út til kommunurnar at umsita, eru tað kommunurnar, sum hava ábyrgdina av eitt nú heimatænastuni og eldrarøkt. Kommunurnar skriva á heimasíðum sínum, at tíðliga næsta ár fara Runavíkar , Sjóvar og Nes kommuna at útgreina, hvørjar tænasturnar á eldraøkinum skulu verða, og hvussu tær skulu skipast. Útgreiningararbeiðið skal enda við eini samstarvsavtalu, sum skal verða klár at undirskriva fyri 1. mai 2014. 21. desember 2013 eru 25 ár liðin síðani tiltikna jólaódnin herjaði í Føroyum. Talan var um eina serliga ódn, sum var sera hørð og elvdi til fleiri skaðar kring landið. Tey flestu minnast væl, hvar tey vóru hetta kvøldið og hvussu tey upplivdu ódnina. sendingini kaga vit 25 ár aftur í tíðina. Vit hyggja at, hvat tað var sum hendi og hví júst hetta lágtrýstið gjørdist til eina so ógvusliga ódn. Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, eftir fundin í Uttanlandsnevndini í dag, har løgmaður eisini var við. Fundurin viðgjørdi støðuna, nú Føroyar hava havnað tilboðbnum frá ES um at fáa 11,9 prosent av makrelkvotuni. Jákup Mikkelsen, formaður í Uttanlandnevndini, sigur, at talan var um ein góðan fund, og at partarnir fingu høvi at spyrja og svar. Í sendingini greiðir Knút Háberg Eysturstein millum annað frá síni tónleikaligu bakgrund, og síni triðju solofløgu, On High, ið varð givin út fyrr í ár. Prátað verður eisini um tilveruna sum lesandi í Keypmannahavn, og um høvuðsuppgávuna, ið er um føroyska yrkjaran og tónaskaldið Regin Dahl. Nú hevur Barnahúsið latið upp. Barnaverndarstovan umsitur húsið, sum heldur til í eini íbúð í Havn. Í fjør fekk Barnaverndarstovan átta fráboðanir um kynsligan ágang og 10 fráboðanir um likamligan harðskap móti børnum. Innlit eigur at verða latið í partar av sáttmálanum millum CIP og landsstýrið. Tað heldur Løgmansskrivstovan og fer at heita á Fíggjarmálaráðið um at viðgera umbønirnar um innlit av nýggjum. Løgmansskrivstovuni hevur fingið løgfrøðiliga ráðgeving frá Karsteni Revsbech, sum er professari í løgfrøði og serfrøðingur í innlitslóggávu 15. partur av leiki í 15 pørtum, sum Vár Berghamar Jacobsen hevur skrivað. Kári Linderoth Jacobsen hevur gjørt tónleikin. Finnur Hansen er tøkningur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, sum í nítiárunum var stjóri í P.f N. Niclasen, vísir øllum skuldsetingum aftur, nú tað er komið fram, at felagið seldi vørur, hóast tær ikki vórðu tollaðar. Sambært Portal.fo er talan um meiri enn eina hálva millión krónur Jørgen Niclasen, núverandi landsstýrismaður í fíggjarmálum, var umboð hjá Skipafelagnum, tá fyritøkan, sum hann var stjóri í, pf. N. Niclasen, innflutti og seldi vørur uttan at rinda toll. Jú, eg var agentur fyri Skipafelagið, segði landsstýrismaðurin, sum tó ikki vildi svara, hvussu fyritøkan, pf. N. Niclasen, har hann samstundis var stjóri, kundi fáa vørur útflýggjaðar uttan at rinda toll fyri vørurnar. Alt, sum kom upp í Sørvági, tá Skipafelagið sigldi á Sørvág, varð avgreitt á deildini hjá Skipafelagnum, sum pf Niclasen umsat, og har Jørgen Niclasen var umboðsmaður. Skjøl, sum portal.fo hevur fingið innlit í, og sum kunnu lesast á kringvarp.fo, vísa, at pf. N. Niclasen í Sørvági flutti inn og seldi vørur, sum fyritøkan ikki rindaði toll av fyri góðar 592.000 krónur. Nógv tann størsti parturin av upphæddini, 493.000 krónur, stavar frá vørum, sum komu til Føroya við skipum hjá Skipafelagnum Føroyum. Hetta fór fram síðst í 80 unum og fyrst í 90 unum, tá Jørgen Niclasen sat á tingi fyri Fólkaflokkin. Skipafelagið hevði avtalu við pf N. Niclasen um at hava goymslu og avgreiðslu í bygninginum hjá teimum, so Jørgen Niclasen var stjóri í sama húsi, samstundis sum han var umboð hjá Skipafelagnum, og hevði innfluttu vørurnar um hendur í hesum sama bygningi. Tað var táverandi Toll og Skattstova Føroya, sum meldaði málið til løgregluna 2. juli 1993. Góðar sjey mánaðir seinni, 7. februar 1994, sendi løgreglan málið aftur til Toll og Skattstovuna, har fútin skrivar, at embætið væntar at frætta aftur frá føroysku myndugleikunum, og tá einki er at frætta, sigur politiið málið at vera lokið fyri teirra viðkomandi. Málið varð umrøtt á landsstýrisfundi í gjár, tá tað frættist, at portal.fo fór at almannakunngera søguna.Og áðrenn portalurin hevði lagt søguna út, ringdi advokaturin hjá fíggjarmálaráðharranum, Annfinn Vitalis Hansen, til journalsitin og royndi at forða honum í at almannakunngera tollsøguna. Tí eru Pedagogfelagið og Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið aftur har, sum tey vóru fyrst í desember, tá Pedagogfelagið sendi boð eftir Semingsstovninum. Semingsstovnurin metti ikki grundarlag vera fyri at leggja semingsuppskot fyri partarnar, og í gjárkvøldið boðaðu semingsmenninir frá, at teir góvust í hesum umfarinum. Verkfall verður ikki fráboðað í ár, sigur Maud Wang Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum, í tíðindaskrivi frá felagnum. Fyrst verða álitisfólkini kunnað. Síðani verður støða tikin til spurningin um verkfall beint eftir nýggjár. Samráðingarnar millum Pedagogfelagið og almennu arbeiðsgevararnar um nýggjan sáttmála fyri tann, sum fór úr gildi 1.oktober, byrjaðu 28.august. Komið varð undir land 3.desember, men so blivu partarnir ósamdir um útrokningarnar í sambandi við, at farast skal frá at rokna viðbøturnar fyri ólagaliga arbeiðstíð út í krónum og oyrum til at rokna tær í prosentum av lønini. Sambært Smogusáttmálanum millum Ísland, Russland og Norra frá 1999 samdust Ísland og Russland um, at Ísland fær knappliga 5.700 tons av toski. Harafturat kunnu íslendsk reiðarí keypa 3.400 tons av toski í Barentshavinum næsta ár. Føroyar og Russland hava ikki enn gjørt fiskirættindasáttmála fyri 2014. Samráðingar vóru í Havn 25. og 26.november. Men eingin semja fekst. Tað sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, við portal.fo í kjalarvørrinum av skuldsetingunum um, at núverandi fíggjarmálaráðharrin framdi tollsvik, tá hann fyrst í 90 unum var stjóri í pf. N. Niclasen í Sørvági, og í kjalarvørrinum av, at Johan Dahl og Vinnumálaráðið góvu løgtinginum tað er í hesum føri løgtingsins fíggjarnevnd ófullfíggjaðar upplýsingar um, at landsstýrismaðurin hevði givið leiðsluni á Strandferðsluni múlaband um sparingar. Jenis av Rana heldur tað eisini vera ófrættakent, at ein advokatur, Annfinn Vitalis Hansen, royndi at hótta Portalin í sambandi við greinina um Jørgen Niclasen og tollmálið, áðrenn greinin var kunngjørd. Eg kenni so lítið til málini, sum bæði eru nýggj. Men tá álvarsligar ákærur verða reistar móti fólki í so høgum embætum, hava tey skyldu at reinsa seg, sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, við portal.fo. Varðin Pelagic á Tvøroyri er framvegis á reyða listanum hjá veterineru myndugleikunum í Russlandi, og verður verandi á listanum eina tíð afturat. Sama er galdandi fyri virkið hjá Bakkafrosti í Kollafirði. Hóast Heilsufrøðiliga Starvsstovan letur væl at vitjanini í Moskva herfyri, so hevði ferðin ikki við sær, at umrøddu virkini sleppa at flyta vørur til Russlands aftur. 33 fyritøkur og stovnar luttaka á Jobmatch tann 30. desember. Starvsstevnan setur í ár met. Ongantíð áður hava so nógvar fyritøkur og stovnar luttikið. Endamálið við Jobmatch er at skapa samband millum føroyska arbeiðsmarknaðin og føroysk lesandi og útbúgvin heima og uttanlands. Marius Thomassen samskipari var í útvarpsstovuni í morgun. Sýsluformansval er til Fiskimannafelagið í ár, og tá ið freistin at stilla upp var farin, varð greitt, at tað bara verður val í Sandoyar sýslu. Tummas Frank Joensen úr Skúgvi stillar upp móti sitandi sýsluformanni, Sniálvi Røvilsberg úr Skopun, skrivar Fiskimannafelagið á heimasíðuni. Maður, sum hevur havt stórt og flott hár, hevur nú mist alt hárið. Konan speirekur hann og heldur tað vera torført at veja seg við ein skalla á koddanum. Hann hevur ilt við at góðtaka støðuna, og umhugsar at fáa hártransplantatión, men er tað vegurin Foreldur tíma illa at líma og klippa á stovnum og í skúlum, men kunnu tey loyva sær ikki at fara við og hví skulu foreldur við til jólahugna bæði á stovnum og ítróttarfeløgum Ein maður er komin í svára støðu, tí makin hjá honum vil so sera fegin at tey skulu fara at fjakka, men hann torir ikki, tí hann er ein varin maður. Men hvussu skal hann siga tað við hana ella skal hann tað Skip hava goldið góðar 136 milliónir krónur í veiði og avreiðingargjaldi fyri makrel og sild í ár, vísir eitt yvirlit í Norðlýsinum. Meginpartin hava skip, sum eru skrásett í Norðoyggjum og Eystu roynni, goldið, ella tilsamans 77 prosent . Tummas T hevur goldið mest, góðar 12 milliónir krónur Tróndur í Gøtu hevur goldið slakar 11 milliónir, Jupiter 10,3, og Finnur Fríði slakar 10 milliónir krónur Skip, sum eru skrásett í Eysturoynni, hava goldið tilsamans slakar 70 milliónir í veiði og avreiðingargjaldi fyri sild og makrel tað eru 51 prosent og skip í Norðoyggjum 37 milliónir, sum eru góð 27 prosent, vísir yvirlitið í Norðlýsinum. Heini hevur dansað og kvøðið, síðani hann var smádrongur. Pápin, Kaj P. Mortensen, hevði barnadansin sman við øðrum í Dansifelagnum í Havn, og hann helt Heina til. Hann hevur serligan tokka til Karlamagnusarkvæðinum og hann hevur tí valt Ámunds rímu. Ein fyrimynd er eisini kvøðingarlagið hjá Sigmundi i Hovík og hann skipar Sigmunds kvæði og skiftir lag millum teir tríggjar tættirnar 44 ára gamli John William Joensen verður gestur í Vangamyndini í Degi amp Viku í sjónvarpinum í kvøld. Hann er stjóri í P.f. Norðlýsinum, er blaðmaður á Norðlýsinum og skrivar meginpartin av tí, sum verður lagt út á heimasíðuna Norðlýsið.fo John William Joensen verður gestur hjá Liljuni Weihe, sum fer at spyrja hann um lokaljournalistikk í Norðoyggjum og parkinsonsjúkuna, sum John William fekk staðfesta herfyri. Nevndin fyri Vága Floghavn hevur av strategiskum orsøkum, sum tey siga valt at taka útboðið av tax freesølu aftur, og sjálv reka søluna. Í august varð raksturin var matarstøðum og tax free sølu í nýggju farstøðini annars boðin alment út, og inn komu tilsamans fimm tilboð, upplýsir Vága Floghavn í tíðindaskrivi. Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága floghavn, vil ikki gera viðmerkingar til avgerðina í dag. Men hann sigur í tíðindaskrivi, at tað er vanligt, at floghavnir sjálvar reka taxfree sølu. Atlantsflog hevur annars rikið faxfree søluna á flogvøllinum seinastu árini. Vit vilja takka teimum fyri sera gott samstarv, men vit halda tó, at tíðin er búgvin til, at Vága Floghavn yvirtekur raksturin, tá avtalan gongur út, sigur Jákup Sverri Kass. Floghavnin fer nú at gera avtalur við veitarar, flutningsfeløg og onnur um taxfree søluna, men longu nú er greitt, at høvuðsveitarin til søluna verður týska heilsølan Heinemann. Nevndin í Vága Floghavn hevur eisini gjørt av, at felagið, sum eitur Gist amp Vist, fer at reka matarstøðini, tá nýggja farstøðin á flogvøllinum letur upp. Gist amp Vist er felag, sum eisini fevnir um Hotel Føroyar, Hotel Tórshavn, Hvonn, Etika og onnur gistingar og matarstøð. Tey kvøða Ebbe Skammelsøn, sum Janus Kamban, skipar, Leivs Kvæði, sum Wentsil Kamban, skipar og Hr. Sinclar, sum Kjartan Jensen, skipar. Løgmaður hevur fult álit á landsstýrismanninum við fíggjar og tollmálum, hóast tað nú er komið fram, at fyritøkan, hann var stjóri í, innflutti og seldi vørur fyrst í 90 unum uttan at gjalda toll. Men løgmaður sigur, at hann fer at seta embætisfólk at kanna, hví tað hevur verið og framvegis er so ómetaliga trupult hjá pressuni at fáa alment innlit í málið. Maskinmeistarafelagið talar nú at, tí landsstýrismaðurin við vinnumálum, Johan Dahl, hevur sett stjóran í Sjóvinnustýrinum til fyribilsstjóra fyri Strandfaraskipum Landsins. Eftir okkara tykki hevur Vinnumálaráðið tikið eina avgerð, sum minkar munandi um álitið á Sjóvinnustýrið við atliti at krøvum og eftirliti við Strandfaraskipum Landsins, skrivar Maskinmeistarafelagið í eini viðmerking. Felagið vísir á, at høvuðsuppgávurnar hjá Sjóvinnustýrinum eru at seta krøv til og hava eftirlit við sjóvinnuni. Hesar uppgávur fevna um bæði teknisk krøv til skip og krøv til manning av skipum. Stovnurin skal tryggja og hava eftirlit við, at trygdin er í lagi samsvarandi galdandi reglum. Strandfaraskip Landsins eru at meta sum eitt reiðarí við øllum teimum uppgávum, sum eitt reiðarí hevur. Og Strandfaraskip Landsins eru tí undir eftirliti av júst Sjóvinnustýrinum. Lógin um trygd á sjónum hevur greiðar ásetingar um, at stjórin á Sjóvinnustýrinum, sum hevur skipaeftirlitið undir sær, ikki hevur loyvi til at fáast við reiðarívirksemi, vísir Maskinmeistarafelagið á. At tveir týðandi almennir stovnar, sum Strandfaraskip Landsins og Sjóvinnustýrið verða stjórnaðir av fyribilsstjórum er óheppið, men tað er serliga óheppið, at tað er stjórin í Sjóvinnustýrinum, sum fær uppgávuna at stýra strandferðsluni, sigur Maskinmeistarafelagið Felagið vísir á, at tað er av størsta týdningi, at eftirlitsmyndugleikin er fullkomiliga óheftur av viðkomandi reiðaríi, um eitt nú Strandfaraskip Landsins hava trupult viða at lúka ymisk krøv, og stovnurin tískil má fáa frávik frá galdandi meginreglum. Føroya rættur longdi fyrrapartin varðhaldsfongslingina fýra vikur, tí politiið er ikki liðugt við sínar kanningar.Tá hesar fýra vikurnar eru farnar, hevur maðurin verið hálvt ár í varðhaldi. Jógvan Páll Lassen, verji hjá unga skuldsetta manninum, er alt annað enn nøgdur við úrskurðin hjá rættinum og longu varðhaldsfongslingarnar í Føroyum yvirhøvur. Hvørji hava verið størstu politisku mál, hvørja ávirkan hava tey havt, hvør politikari hevur gjørt mest og minst um seg, og hvør politikari er komin við óphepnastu útsøgn í ár. Hetta er nakað av tí, sum journalistarnir Jón Brian Hvidtfeldt og Sveinur Tróndarson meta um. Í dag hoyra vit um einglar. Armgarð Arge greiðir frá. Síðani hoyra vit seinasta part av hoyrispælinum Jól í 5.a. Jákup Veyhe leggur til rættis. N.Niclasen, sum annars fekk samsyning frá Skipafelagnum fyri at tryggja viðurskiftini í Sørvági, kundi ikki rinda toll fyri vøruna, sum var seld. Tollaksmessudagur fyri 100 árum síðani var ein lagnudagur fyri allar Norðoyggjar, tí í ódnarveðrinum hendan dagin, ið brast á sum eitt skot, gingu tríggir bátar úr Norðoyggjum burtur. Hinir vóru úr Kunoy og úr Norðdepli. Hetta var aðru ferð í eitt mannaminni, at allir arbeiðsførir menn á Skarði sjólótust. Fyrru ferð hóraði bygdin undan, men seinnu ferð vóru umstøðurnar nógv broyttar, og tí gjørdist vanlukkan deyðadómurin fyri bygdina. Í 1919 fluttu tey seinastu av bygdini og síðani hevur verið øskukalt á Skarði. Í august vóru fleiri hundrað fólk norðuri á Skarði, tá minnisvarði yvir teir sjólætnu varð avdúkaður. Avgerðin hjá Vága floghavn at taka sær av tollfríu søluni, er ein fíggjarliga dyggur smeitur fyri Atlantsflog, og fólk stúra fyri, at tað fer at ávirka ferðaseðlaprísin. Tað er, um flogfelagið ikki tekur avgerðina sum eina avbjóðing, og fer at kappast við flogvøllin við at selja flogførunum sum fyrr. Vága floghavn bjóðaði fyrr í ár tollfríu søluna í nýggju farstøðini út, men í gjár boðaði floghavnin frá, at floghavnin hevur tikið útbjóðingina aftur. Floghavnin fer sjálv at reka tollfríu sølubúðina í farstøðini, sum eftir ætlan skal verða liðug í summar. Leiðslan í Atlantsflog vil einki siga alment um avgerðina. Flogfelagið er skrásett á keypsskálanum, og allar týðandi broytingar skulu um keypsskálan og íleggjararnar, áðrenn tær eru almannakunngjørdar, eru einastu boðini frá Atlantflogi higartil. Tað framgongur ikki beinleiðis av roknskapinum, hvussu stórur partur av umsetninginum, tollfríu sigarettirnar, rúsdrekka, luktilsi og góðgæti er hjá flogfelagnum. Men sølan vaks í fjør, sambært seinastu ársfrágreiðingini hjá Atlantsflogi fyri 2012, har sagt verður, at tollfría sølan vaks við níggju prosentum. Annfinn V. Hansen, sakførari og kanningarstjóri, tvíheldur um gegni hjá sær at kanna handfaringina av máinum um Skálafjarðartunnilin, sjálvt um hann nú eisini er sakførari hjá Jørgeni Niclasen í málinum um tollin, sum pf. N. Niclasen, familjufyritøkan við Jørgeni Niclasen sum stjóra, ongantíð rindaði. Anfinn V. Hansen vendi sær sambært portal.fo fyrr í vikuni beinleiðis til ein journalist og hótti við avleiðingum, um portal.fo skrivaði um gamla tollmálið. Nei, eg meti tað ikki vera ein trupulleika, at eg arbeiði fyri almennar stovnar, ella fyri so vítt fyri ein landsstýrismann, samstundis sum eg eri kanningarstjóri, sigur Annfinn V. Hansen við heimasíðuna in.fo. Markið er eftir hansara tykki, um hann kemur í eina áhugakonflikt við uppgávuna sum kanningarstjóri og teir persónar, hann skal kanna har. Men tað meti eg meg ikki gera í hesum førinum, og tí er tað ikki ein trupulleiki fyri mítt gegni, sigur Annfinn V. Hansen, sum skal kanna leiklutin hjá løgmanni og Kára P. Højgaard í málinum um Skálafjarðartunnilin. Súsanna Danielsen, skrivstovustjóri í løgtinginum, gjørdi listan við uppskotum um evni til kanningarstjóra til løgtingsformannin Jógvan á Lakjuni, sum síðani valdi Annfinn V. Hansen. Súsanna Danielsen metir seg ikki kunna gera nakað nú. Tað ber ikki til, at bjargingarskipini verða løgd í seinnu helvt av árinum, og at tað stundum eingin bjargingartyrla er tøk. Hetta er nakað, sum skil má og skal fáast á. Sambært formansfrágreiðingini hevur Fiskimannafelagið ferð eftir ferð víst á hetta hjá myndugleikum í landsstýrinum og løgtinginum, uttan stórvegis úrslit. Seinnu árini eru dømi um, at tilbúgvingin á sjónum, sum skip og sjómenn líta á, hevur verið skerd í fleiri vikur, verður sagt í frágreiðingini. Okkara visjón er, at vit sum samfelag seta okkum sum mál, at á sjónum skal eingin doyggja ella koma álvarsliga til skaða. Hetta er álvarsmál, sum SKAL takast í størsta álvara. Tað eigur at vera ein sjálvfylgja, sigur Jan Højgaard í formansfrágreiðingini. Í dag hoyra vit 4.part av bókini VInurin. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2012. Helle Thede Johansen hevur skrivað. Fyrsta bókin hjá henni var Vikarurin, sum eisini hevur verið lisin í Barnaútvarpinum. Bókin Vinurin, snýr seg um tey í 5.b, har Anna er høvuðspersónur, og hon brúkar alla tíð sína á internetinum. Hon kjattar við Mikkjal, men hvør er Mikkjal. Eisini hoyra vit um vinfólkini Barbaru og Berg. BIrita Mohr lesur. Eyðun Viderø fór til skips í 1957 við Jóhanna úr Vági. Árið eftir var hann messur við nýbygda línubátinum Beinir. Í 1960 fór Eyðun Viderø at ganga á realskúla á VBV í Havn. Summarið 1961 varð hann innlagdur á Sanatoriið í Hoydølum við tuberklum, men tók skúlagongdina upp aftur í sama húsi summarið eftir. Eftir Hoydalar var Eyðun eitt skifti á Náttúrugripasavninum og lærdi eitt nú at stappa út djór. Eyðun Viderø var læraravikarur í heimbygdini í fimm ár og gjørdist síðani sparikassamaður í Sandoynni. Samstundis fekst hann við ymisk frítíðarítriv og politikk. Var løgtingsmaður fyri fólkaflokkin í tilsamans 13 ár. Fíggjarmálaráðið hevur gjørt eitt lógaruppskot um at stovna eitt partafelag, sum skal byggja og reka undirsjóvartunlar millum Streymoynna og Eysturoynna og Streymoynna og Sandoynna. Uppskotið var til viðgerðar á landsstýrisfundi hósdagin. 15 milliónir krónur eru í fíggjarlógini fyri 2014 til nýggja partafelagið. Hetta eru tær seks milliónirnar, sum annars vóru settar av til at fyrireika Skálafjarðartunnilin, fimm milliónir, sum vóru ætlaðar Sandoyartunlinum og so fýra milliónir afturat. Samgongan og andstøðan hava havt nakrar fundir um tunlarnar nú í desember, men enn er ikki komið á mál, hóast ikki er langt eftir á mál. Atlantic Airways kannar aðrar møguleikar fyri tollfríari sølu, nú Vága Floghavn hevur avgjørt sjálv at standa fyri tollfríu søluni á flogvøllinum frá mai næsta ár, tá nýggja farstøðin skal vera liðug. Nevndin í Vága Floghavn hevur, av strategiskum orsøkum, sum tey siga, tikið útboðið av tollfríu søluni aftur, hóast nøkur tilboð vóru komin. Tað heldur Fiskimannafelagið, sum fýlist á, at nøkur reiðarí taka fleiri túsund krónur um mánaðin av manningarhýrunum fyri internet. Lærarafelagið er ov fitt við Mentamálaráðið. Annar hvør lærari heldur, at Lærarafelagið eigur at vera meira ágangandi móti Mentamálaráðnum. Tað skrivar Skúlablaðið, sum hevur lisið nýggjastu Talis kanningina, har sum fólkaskúlalærarar og skúlaleiðarar svara spurningum um skúlan og annað. Skúlaleiðararnir eru ikki so avgjørdir sum lærararnir. 37 prosent av leiðarunum halda, at Lærarafelagið eigur at vera meiri ágangandi, og 32 prosent eru lutvíst samd. Fríggjadagin upplýsti Landssjúkrahúsið, at har vóru 583 børn fødd í ár, átta fleiri enn í fjør, og tey væntaðu millum 10 og 15 afturat í ár. Stak ringa veðrið hendan seinasta mánaðin er til umrøðu hvørja ferð fólk koma saman. Men hvat ger hetta veðrið við okkum og er tað nakað sum eitur at vera veðursjúkur Tað ætla vit at tosa um í morgun og í útvarpsstovuna er komin Suni Poulsen sálarfrøðingur, sum arbeiðir á psykiatriska deplinum. Tað verða útreiðslurnar hjá landinum til eldraøkið, sum gera av, hvussu nógvar pengar, kommunurnar fáa úr landskassanum, tá tær taka við eldraøkinum tann 1.januar 2015. Í viðmerkingunum til lógaruppskotið stendur, at fyri kommunurnar merkir uppskotið, at kommunurnar skulu bæði rinda fyri og hava ábyrgdina av eldraøkinum. Og so stendur, at fíggingin verður fingin til vegar á tann hátt, at landið rindar kommununum eina ávísa upphædd hvørt ár, sum samsvarar við útreiðslurnar, sum landið hevur av økinum. Fríggjakvøldið fingu Johan Dahl og Vinnumálaráðið frágreiðingina frá grannskoðaranum hjá Strandfaraskipum Landsins um fíggjarligu støðuna hjá stovninum tann 30. november. Málið byrjar í oktober í fjør, tá tað var greitt, at ein sparing mátti gerast á Strandferðsluni upp á 5,78 milliónir krónur, um játtanin skal halda. Fyri 14 mánaðum síðani mistu Magni Djurhuus 33 ár , Jón Djurhuus 23 ár , Dávur Djurhuus 10 ár og Anna Sofía Djurhuus 13 ár mammu sína Poulinu Djurhuus. Hon fekk brádliga eina heilabløðing bara 52 ára gomul. Poulina Djurhuus kom heim frá arbeiði ein dag og var illa fyri. Seinni sama dag fann sonurin Dávur, sum einans var 10 ára gamal, mammu sína í songini. Hann fekk ikki samband við hana og royndi tí at geva fyrstuhjálp. Tað hjálpti tó ikki, og tí ringdi Dávur eftir sjúkrabilinum og teimum avvarðandi. Magni Djurhuus, sum er elsti beiggin, og kona hansara, Beinta Olsen Djurhuus, avgjørdu alt fyri eitt at leggja alt lív sítt um og taka sær av børnunum. Tey fluttu inn í húsinini hjá Poulinu, so at Dávur og Anna Sofía kundu verða verandi í barnaheiminum. Tíverri vóru hoyrilíkindini ikki góð, tá morgunsendingin, saman við fleiri enn 20 fólkum, fór inn í húsini at handa kurvuna. Tí loyva vit okkum at skriva hesa frágreiðing saman við innslagnum. 28. oktober vóru Hanus Højgaard og nakrir skúlafelagar veðurfastir í Kastrup. Tey komu úr London, og tey loksins slupp úr úr flogfarinum flogfarið til Føroya farið. Tey sluppu ikki úr Kastrup tí fyri veður koyrdu ongir bussar, ongi tok og ongin metro, og køin til taksabilarnar var ein kilometur lang. Onkur hevði funnið útav at okkurt hotelpláss var at fáa í býnum, menvónleyst var at fáa fart. Men so kom ein fremmandur maður og bjóðaði fart Frágreiðingin frá grannskoðaranum hjá Strandfaraskipum Landsins um fíggjarligu støðuna hjá stovninum verður ikki latin fjølmiðlunum í dag kortini. Fríggjakvøldið fingu Johan Dahl og Vinnumálaráðið frágreiðingina frá grannskoðaranum hjá Strandfaraskipum Landsins um fíggjarligu støðuna hjá stovninum tann 30. november. Bulurin í avtaluni er framvegis botnfiskur í russiskum sjógvi og svartkjaftur í føroyskum sjógvi, men atlit eru tikin til broyttar umstøður í fiskiskapinum og fiskasløgunum. Føroysk skip kunnu í 2014 fiska 20.500 tons av toski, 1.800 tons av hýsu, 900 tons av flatfiski og 5.000 tons av rækjum í russiskum sjógvi. Í mun til avtaluna í 2013 er talan um eina øking av makrelkvotuni uppá 1.000 tons, ímeðan svartkjaftakvotan og royndarkvotan á djúpum vatni eru óbroyttar. Russisk skip fáa eisini atgongd at fiska upp til 25 av tí kvotu, sum Russland fær tillutað í altjóða sjógvi, í føroyskum sjógvi í 2014. Atlit er tikið til hetta í avtaluni fyri 2014, soleiðis at russisk skip fáa størri møguleika fyri at hava sild sum hjáveiðu í makrelfiskiskapinum í 2014. Eg gleðist um at tað aftur eydnaðist pørtunum at koma á mál við eini skilagóðari avtalu fyri 2014 sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður. Henda dagin gingu tríggir bátar burtur í Norðoyggjum, og eftir sótu einkjur og børn. Allir vaksnir menn í bygdini Skarð doyðu, og hetta var samstundis mønustingurin fyri bygdina. Døgg greiðir millum annað frá, hvussu hon upplivdi brádliga at missa pápa sín sum átta ára gomul. Tá hon var trettan, kom hon við í sorgarbólkin hjá Beranum, og tað broytti lív hennara á meir enn ein hátt. Aftaná at Døgg hevði sungið á stuðulkonsertini hjá Beranum, í Norðulandahúsinum, fyrr í vár, fekk guitarleikarin Hans Jacob Kollslíð yvirtala Døgg til at fara í studio við sangunum. Saman við Jens L. Thomsen hava tey síðani framleitt nakrar sera vælumtóktar popsangir, sum ofta hava verðið spældir bæði í Útvarpinum og á Rás 2. Nógvur avgustur er undir Føroyum, og tað er ikki óvanligt, at hann kemur inn millum oyggjarnar, sigur Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur hjá náttúrugripasavninum. Tað var um 21 tíðina Tollaksmessukvøld, tá farmaskipið Horst B var á veg av Havnini, at óhappið hendi, og farmaskipið sigldi á land á Argjum. Loðs og sleipibátarnir, Skúmarin og Pressarin, hjá skipasmiðjuni MEST í Havn, hjálptu til at fáa skipið leyst frá landi aftur, so tað kundi leggjast at bryggju. Í løtuni eru froskmenn niðri og kanna, um farmaskipið Horst B, ið siglir fyri Eimskip fekk skaða, tá tað sigldi á land undir argjalandinum. Løgreglan tók alkoholtest av skiparanum, og hon var negativ. Sambært vakthavandi á politistøðini í Havn, Ingmar Hammer, ger løgreglan ikki meira við málið nú. Trygging, reiðaríið ella skiparin kunnu biðja um sjóforhoyr, men tað er so ikki umbiðið enn. Sambært vakthavandi á Havnaskrivstovuni, Rúna Hentzte, var Horst B á veg til Onglands. Í dag er jólaaftan og vit byrja við at hoyra eina stuttliga jólasøgu, sum stóð í Mín jólabók 1990. Lena Jacobsen týddi til føroyskt og Elin á Rógvi lesur. Síðani hoyra vit brot úr barnakonsertini hjá Føroya Symfoniorkestri. Hóast rákið er til høgru Føroyar eru miðskeiðis í 80 árunum ein sjóðpottur av yðjandi lívi. Samfelagsbúskaparliga spruttkókar, og um alt landið flýtur yvir í vælferð. Hetta eru eisini spennandi ár í føroyskum tónleikalívi. Vit fáa Jazz , fólka , og blues festivalin, Ólavsøkukonsertina og fyrsta sangleikin. Kalda kríggið tekur at halla, men enn valdar beiskt stríð millum vinstra og høgravongin. Í mentanarradikala umhvørvinum í Føroyum birtist nýggjur tónleikabólkur, Frændur, ið brátt vinnur fólksins tokka við sínum fólkapoppi og føroysku tekstum. Nógvur nýggjur føroyskur tónleikur kemur í ljósmála. Georg Eystan Á er millum teir útgávuvirknastu. LP plátan Intro frá 1988 man vera høvuðsverk hansara. Martin Joensen hevur millum pláturnar hjá Vestmonnum eisini avlopsorku til at lata frá sær fyrstu eginútgávuna í 1985. Á henni finna vit perluna Morgun. Ein annar varði hesi árini er plátan Les Iles F ro frá 1987. Hon hevur rættan altjóða ljóm og líkist ikki øðrum føroyskum útgávum. Óli Poulsen og Jákup Marnar Anthoniussen eru høvuðsmenninir á plátuni, sum áhugi eisini er fyri í Danmark. Í 1988 kemur hon endiliga plátan Gaman og álvara hjá Hanus G. Johansen við løgum, ið hann hevur smíðað til yrkingar hjá Pól F, og sum hann í nøkur ár hevði hugtikið føroyingar við á konsertum. dag hoyra vit 5.part av bókini VInurin. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2012. Helle Thede Johansen hevur skrivað. Fyrsta bókin hjá henni var Vikarurin, sum eisini hevur verið lisin í Barnaútvarpinum. Bókin Vinurin, snýr seg um tey í 5.b, har Anna er høvuðspersónur, og hon brúkar alla tíð sína á internetinum. Hon kjattar við Mikkjal, men hvør er Mikkjal. Eisini hoyra vit um vinfólkini Barbaru og Berg. BIrita Mohr lesur. Advokaturin Julianna Klett verður jólagestur í útvarpinum. Hon er ættað úr Bringsnagøtu í Havn. Hennara stóru hús vórðu upprunaliga nevnd Dungagarður. Pápi hennara keypti tey fyri 90 árum síðani. Nógvir handlar og virki hava verið har, eins og nógv fólk hava leigað sær bústað. Nonnurnar hildu til í húsunum hjá Klett í tríatiárunum. Tá konverteraði familjan til katólsku trúnna. Pápin, Johannes Klett, var sonur Jógvan Simonsen úr Hoyvík, sum stílaði fyri, tá føroyingar lótu sítt fyrsta skip smíða í útlondum. Mamman Bette var úr Handanástovuni í Mykinesi. Hon var 20 ár yngri enn maðurin. Í ódnarveðrinum 15. desember 2013, tá streymurin fór um næstan alt landið, framførdi Havnarkórið Messias eftir G. F. H ndel. Í sendingini hoyra vit brot úr konsertini. Niels á Botni hevur skrivað fleiri vísindaligar greinir í føroysk og útlends tíðarrit. Vit hoyra samrøðu, sum Hermann Jacobsen gjørdi við Niels í 1975 í sambandi við ein film. Roland Thomsen stóð fyri tí arbeiðinum. Vit hoyra Niel millum annað greiða frá um slektina, barnaár, um at ganga í skúla og at stappa fugl út. Móttøkan í Vági var í kjalarvørrinum á EM kappingini í Herning fyrr í mánaðinum og í kappingini Duel in The Pool í Glasgow, ið var 20. og 21. desember. Til EM kappingina í Herning vann Pál Joensen silvur í 1.500 metrar frí. Í svimjikappingini í Glasgow vann Pál Joensen silvur í 800 metrar frí. Í dag hoyra vit 6.part av bókini VInurin. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2012. Helle Thede Johansen hevur skrivað. Fyrsta bókin hjá henni var Vikarurin, sum eisini hevur verið lisin í Barnaútvarpinum. Bókin Vinurin, snýr seg um tey í 5.b, har Anna er høvuðspersónur, og hon brúkar alla tíð sína á internetinum. Hon kjattar við Mikkjal, men hvør er Mikkjal. Eisini hoyra vit um vinfólkini Barbaru og Berg. BIrita Mohr lesur. Hóast Noreg er ríkasta land í heiminum, so merkir tað als ikki, at allir íbúgvarnir í landinum hava tað gott. Tað eru nógv, ið einki hava og treingja til hjálp. Njál Djurhuus hevur halgað sítt lív til Frelsunnarherin, og tað mesta av virkna lívi sínum, arbeiddi hann á støðini Fyrlyset í Urtegata, har tey serliga hava tikið sær av veita hjálp til heimleys, drykkjufólk og narkomanar. Ingi Samuelsen var eina náttina síðst í oktober ein túr við Njál í býnum, har hann greiddi frá umfatandi sosiala arbeiðinum, sum Frelsunnarherurin stendur fyri. Julianna Klett tók studentsprógv í Havn í 1959 og var árini eftir í fleiri londum bæði sum skúlanæmingur og au pair. Hon tók trímálsligt prógv sum korrespondentur í týskum, enskum og fronskum og fór síðani at lesa løgfrøði í Keypmannahavn. Í sjeytiárunum arbeiddi hon sum advokatfulltrúi og advokatur í Keypmannahavn. Kom aftur til Føroya í 1981 at starvast á uttanlandsdeildini í Tinganesi. Í 1987 fór hon undir sjálvstøðugt advokatvirki. Eitt skifti í nítiárunum var Julianna Klett semingsmaður. Hon gongur nógv, eisini í fjøllunum í Afrika, og hevur eitt nú ferðast á Galapagos. Hennara ítróttur er golf. Niels á Botni hevur skrivað fleiri vísindaligar greinir í føroysk og útlends tíðarrit. Vit hoyra samrøðu, sum Hermann Jacobsen gjørdi við Niels í 1975 í sambandi við ein film. Roland Thomsen stóð fyri tí arbeiðinum. Vit hoyra Niel millum annað greiða frá um slektina, barnaár, um at ganga í skúla og at stappa fugl út. Jens Marni, Xperiment MGK, Dropar, Kata, Guðrið Hansdóttir, Ernst Sondum amp Jóhannes Andreassen, Lena og Teitur framførdu til kirkjukonsertina Í menniskjum góður tokki. Danisfelag Kaggans og Danisfelagið Tøkum Læætt kvøða Kong Sverke. Hans Esbern Heinsen skipar. Jóan Karl Danielsen skipar Strandatátt. Vit hoyra Eysturoyar Dansifelag. Klaksvíkar Dansifelag kvøður Ebbe Skammelseøn. Jen Juul Sólbjørg skipar. At enda annað jólakvøld skipar Martin Tórgarð Runsivalsstríðið í dansifelagnum í Havn. Tá Rasmus Joensen vaks upp á Eiði var annað jólakvøld tað stóra dansikvøldið og tey ungu dansaðu ofta, áðrenn tey eldru fóru upp á gólv. Annars dansaðu tey ungu nógv í skúlanum og har varð áhugin fyri dansinum kveiktur. Nú er bókin Vætturin, komin út av nýggjum. Astrid Lindgren skrivaði og Naja Mols Mortensen týddi. Jensina Olsen lesur og Dánjal Tausen, hevur sett ljóð til. Ikki øll foreldur geva særeins ka góðar stundir til tann heilsugóða matpakkan til børnini. Tí hevur eftirspurningur verið eftir einari nýggjari matarskipan á fleiri skúlum kring landið. Skúlin við Løkin í Runavík hevur havt góðar royndir við einari bíleggingarskipan av heilsugóðum kosti til næmingarnar, og nú fara aðrir skúlar at royna somu skipan. Tyrlan sleppur at flúgva. Men hon sleppur ikki enn at brúka nýggju útgerðina, sum ger, at flogskipararnir síggja líka væl í myrkri sum á alljósum degi. Beint fyri jól, sunnudagin 22.desember, fekk MRCC, Sjóbjargingarstøðin, boð frá Atlantic Airways um, at tyrlan, sum ikki hevur verið tøk síðani í fjør heyst, nú er tøk aftur. Fyribils svartkjaftakvotan hjá føroyskum skipum næsta ár er 100.000 tons sambært kunngerð frá Fiskimálaráðnum. Strandarlondini eru ikki vorðin samd um, hvussu svartkjaftafiskiskapurin skal skipast næsta ár. Men sambært býtinum, sum hevur verið undanfarin ár, eiga Føroyar 228.000 tons í 2014. Føroyski parturin av strandalandakvotuni er 24 prosent. Strandarlondini eiga 92 prosent av heildarkvotuni. Hini átta prosentini eiga Russland og Grønland. Men fyri at føroysku skipini kunnu fiska svartkjaft alt fyri eitt eftir nýggjár, hevur Fiskimálaráðið tí ásett eina fyribils kvotu. Hon er 100.000 tons. Kommunan lýsir í hesum døgum eftir býararkitekti, sum skal hava hugflog og byggilistarligt dirvi , sum tey orða seg í lýsingini. Eisini verður sagt, at býararkitekturin skal mynda byggilistina í Tórshavnar kommunu og skapa arkitektur til fólkið. Hann hevur í seinastuni funnist at, at kommunan ikki skapar lív í miðbýin við at savna alla fyrisitingina hjá býráðnum í stóra Bank Nordik bygninginum í Havn. 356,4 milliónir krónur er talið, sum landsstýrið framvegis, men tó fyribils, heldur seg til, nú eldraøkið skal latast kommununum 1.januar 2015. Upprunaliga var ætlanin at lata kommunalu samstarvseindunum pengarnar úr landskassanum. Men hetta er broytt. Nú verður skotið upp, at hvør kommuna fær pengarnar beinleiðis. Fíggjarmálaráðið sigur, at talið 356,4 milliónir er ikki endaliga talið. Hetta er tað, sum eldraøkið sambært Fíggjarmálaráðnum kostar í dag. Lógin um, hvussu eldraøkið skal fíggjast, verður gjørd næsta ár. Tá verður upphæddin ásett eftir metta kostnaðinum fyri at reka økið í 2015, tá kommunurnar eftir ætlan hava yvirtikið málsøkið. Fíggjarmálaráðið hevur eisini uppskot um, hvussu pengarnir til kommunurnar skulu finnast. Kommunurnar skulu fáa afturbering fyri mistar inntøkur av skattafrælsi og frádráttum í skattligum serskipanum, so sum DIS, FAS, fiskimannafrádrátti og uttanlandsfrádrátti. Skatturin av eftirlønarinngjøldum verður latin kommununum eftir, hvussu nógvir fólkapensjónistar búgva í kommununi. Og kommunurnar fáa ein part av meirvirðisgjaldinum, eisini eftir, hvussu nógvir fólkapensjónistar búgva í kommununi. Men kommunurnar fara at missa sín part av skattinum av kapitaleftirlønunum. Hetta avgjaldið minkar so líðandi og hvørvur at enda, nú inngjøldini og ikki útgjøldini, verða skattað. Á fyrsta tingfundinum í nýggja árinum, 7.januar, fer løgtingið at viðgera uppskotini hjá Almannamálaráðnum um at lata kommunurnar fáa eldraøkið um eitt ár. Eiðismaðurin Regin Ellingsgaard, sum er búsitandi í Svínáum, er ein av teimum sjey fólkunum, sum nú hava verið á øllum teimum 340 skrásettu fjøllunum í Føroyum, og Regin hevur verið á øllum í ár. Regin Ellingsgaard er 64 ára gamal og hevur havt insulinkrevjandi diabetes ella sukursjúku í 28 ár. Men tað hevur ikki verið nøkur forðing fyri málinum, hann setti sær. Í ársins seinastu kringlu, fara vit at hoyra ymiskar tónleikaupptøkur og tónleikaútgávur, sum hava verið umrøddar og spældar í Kringlum í 2013. Í morgun varð seinasta skeltið í ár settt upp, og tað var Bryggjuhúsið ovarlaga í Tinganesi. Men ætlanir eru at seta fleiri skelti upp í vár. Hugskotið at seta skelti upp eigur Jørleif Kúrberg.Hann ivaðist ongantíð i, at tað skuldi vera Søren Clementsen, sum skuldi gera hesi skeltini, tí hann fekk í fjør rós á Tekniska skúla fyri at duga væl at skera í træ Eitt flogfar hjá Atlansflogi úr Vágum til Billund tíðliga í morgun, mátti stutt eftir fráferð venda aftur í Vágar, tí tekniskir trupulleikar vóru við flogfarinum. Flogfarið, British Aerospace RC470, fór úr Vágum beint eftir klokkan níggju, og hevði bara verið á flogi í eitt korter, tá flogskiparin varnaðist, at okkurt var áfatt. Hann avgjørdi tí at venda aftur í Vágar. Strong trygdarkrøv eru í sambandi vi flúgving, og alt var í lagi, áðrenn flogfarið fór á flog, sigur Rasmus Niclasen, trygdarovasti og støðleiðari hjá Atlantsflogi. Klokkan 9 52 leygarmorgunin fekk politistøðin í Havn fráboðan um eina ferðsluvanlukku í Oyndarfirði, sum higartil hevur kravt eitt mannalív. Ein 22 ára gamal maður varð í morgun funnin deyður á sjónum við Rættargjógv, tá bjargingarfólk komu á staðið, har bilurin er farin útav vegnum. Kavarar, ið vórðu boðsendir til vanlukkustaðið, hava funnið vrakið av bilinum inni í Rættargjógv, umleið hálvan kilometur áðrenn komið verður til bygdina sí kortið. Vit hava orsøk at halda, at ein 20 ára gamal maður eisini var í bilinum, tá bilurin fór útav vegnum í gjónna, sigur Kristian Dahl, vakthavandi á politistøðini í Havn. Kristian Dahl vil ikki koma nærri inn á, hví løgreglan heldur, at tann 20 ára gamli maðurin eisini var í bilinum, tá ferðsluvanlukkan hendi. Báðir menninir hann sum er funnin deyður og hann, leitað verður eftir eru ættaðir úr Oyndarfirði, verður upplýst av politistøðini í Havn. Umfatandi leiting er farin fram við Rættargjógv og økið við gjónna, síðani ferðsluvanlukkan varð fráboðað leygarmorgunin klokkan 9 52. Nú er farið at skýma og leitingin er steðgað fyri í dag. Leitingin verður tikin upp aftur sunnudagin, tá tað ljósnar, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn, Kristian Dahl. Kavarar hava allan dag leitað á sjónum. Harumframt hava bjargingartyrlan hjá Atlantic Airways og bjargingarfólk eisini leitað á sjógvi og landi eftir 20 ára gamla manninum. Eingi vitni eru til eina ferðsluvanlukku, sum varð fráboðað politistøðini í Havn klokkan 9 52 leygarmorgunin. Tískil er heldur enn ikki heilt greitt, hvør tann neyva orsøkin til vanlukkuna er. Løgreglan heldur, at høg ferð á bilinum, sum fór á sjógv við Rættargjógv umleið hálvan kilometur áðrenn komið verður til Oyndarfjarðar, kann vera ein av orsøkunum til ferðsluvanlukkuna. Tað er eingin ivi um, at tað hevur verið nakað av ferð á bilinum fyri at kunna fara so langt eftir bønum, sigur Jan Fossaberg frá ferðslupolitiinum, sum var á vanlukkustaðnum leygardagin. Ein 22 ára gamal maður varð funnin deyður á sjónum, har bilurin er farin útav vegnum. Allan leygardagin hava bjargingarlið, froskmenn og bjargingartyrla leitað eftir einum øðrum manni. Løgreglan heldur seg hava orsøk at halda, at tveir menn vóru í bilinum, sum varð funnin á sjónum leygardagin. Tí hevur í allan dag verið leitað eftir einum 20 ára gomlum manni, men uttan úrslit. Í dag hoyra vit 7.part av bókini VInurin. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2012. Helle Thede Johansen hevur skrivað. Fyrsta bókin hjá henni var Vikarurin, sum eisini hevur verið lisin í Barnaútvarpinum. Bókin Vinurin, snýr seg um tey í 5.b, har Anna er høvuðspersónur, og hon brúkar alla tíð sína á internetinum. Hon kjattar við Mikkjal, men hvør er Mikkjal. Eisini hoyra vit um vinfólkini Barbaru og Berg. BIrita Mohr lesur. Eyðun Viderø var í kommunupolitikki í 30 ár. Hevur verið borgarstjóri bæði í Skálavík og heima á Sandi. Í sjeytiárunum var umráðandi hjá skálvíkingum at fáa betri havnarlag. Heima á Sandi vóru havnarbygging og kloakkir frammarlaga, men tá kreppan rakti í nítiárunum, var lítið at gera gott við. Eyðuni hevur dámt væl at verið til bakka, bæði í Sandoynni, í Skúgvi og eftir súlu í Mykinesi. Eyðun Viderø hevur dansað nógv og skipað í dansifeløgunum í Dali og heima á Sandi. Í hesi øldini hevur hann roynt seg við rækjutrolara og á flakavirkjum. Nú er hann kassameistari í hagastýrinum. Hyggjararnir og ein dómsnevnd gera av, hvør verður ársins ítróttarnavn 2013. SMS atkvøðurnar telja helvtina og atkvøðurnar hjá dómsnevndini telja hina helvtina. Tað kostar vanligan SMS takst at atkvøða. SMS kodan stendur í klombrum ITR og tal Í dag hoyra vit vælkenda ævintýrið Gentan við svávulpinnunum, sum H.C. Andersen skrivaði. Marius Johannesen týddi og Jonna Fritsdóttir Mortensen lesur Men hvussu gert tú eina røðu, og hvat skalt tú serliga hugsa um Eydna Skaale, ið hevur lisið retorikk á lærda háskúlanum í Keypmannahavn, greiðir frá nýggjásrøðu løgmans í fjør og hvat løgmaður skal hugsa um í røðuni í ár. Eydna Skaale gevur lurtaranum góð ráð um, hvussu man byggir eina røðu upp. Helga Hermansen er í dag ein av stuðlunum í Tøkum Lætt og skipar fleiri kvæði. Hon dansaði ikki sum barn á Tvøroyri, men var ofta í dansi í Havn. Síðani Tøkum Lætt varð stovnað fyri 20 árum síðani hevur Helga dansað regluliga. Sumbingar kvøða Frísakvæði, sum Poul F. Joensen hevur yrkt. Bjarni Vestergaard skipar. Jóna M ller skipar Selamons vísu.Tøkum Lætt fer eisini at kvøða Rudisar vísu, sum Símun Hansen skipar. At enda skipar Tórgerð Rasmussen Lorvíkspáll. Eysturoyar Dansifelag kvøður. Semja tykist vera um, at 2013 hevur verið eitt blómandi ár fyri føroyskan tónleik. Nýggj nøvn eru komin fram, og nógvir nýggir sangir eru yrktir, innspældir og hoyrdir. Í útvarpinum hevur triðji hvør spældur sangur verið føroyskur, og nýggjur tónleikur hevur fingið góða rúmd í millum annað morgunsendingini, døgurðatímanum og her í Brunsj, har tónleika ummæli hava verið fastur vikuligur táttur. Fólk vita lítið um nýggju pensjónsskipanina, sum kom í gildi á nýggjárinum. Tað staðfestir ein kanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Javnstøðunevndina. Tilsamans 524 fólk eru spurd, hvussu nógv tey vita um nýggju pensjónsskipanina. Tey skuldu svara frá 1 til 7, har 1 er lítið og 7 nógv. Kanningin vísir at tey, sum vita mest bólkurin millum 40 og 49 ár koma eitt vet upp um trý. Annars liggja allir hinir aldursbólkarnir niðanfyri, eisini tey, sum eru eldri enn 60 ár, og sum skjótt røkka pensjónsaldri. Gamlaárskvøld verður í ár eisini eitt veitslukvøld í sjónvarpinum. Kringvarpið sendir eina nýggjárssending alt kvøldið og tvørtur um midnátt. Í sendingini fara vit at hyggja at árinum, ið fór í tíðindum, ítrótti og mentan. Á skránni er Falkaríman, Vind op vind op i r , Blankans ríma, Bøhmerlandsdronningen, Sambandsfall, Norden for Trondhjem, Boaratátturin, Mallebro, Jómsvíkingar, Norska Løva, Gudbrandskvæði og Brókatáttur Í sendingini fara vit við Tórshavnar Kamarkóri tvørtur um Atlantshav. Á ferðini vitja vit í Reykjavík, New York og New Jersey. Kórleiðari er Bernharður Wilkinson. 8. floksnæmingar av Skála og úr Skálafirði hava síðani summarfrítíðina gingið í skúlanum við Løkin. Og næstu tvey árini er ætlanin at hinir næmingarnir í framhaldsdeildini í kommununi eisini skulu ganga í skúlanum við Løkin. Hetta fer at hava við sær eitt størri næmingatal og harvið eitt størri úrval av vallærugreinum í framhaldsdeildini, skrivar Runavíkar kommuna í kunningarskrivi fyri jól. HM undankappingin í hondbólti til HM í Qatar 2015 er flutt fram til apríl, og tað er høvuðssorsøkin til, at Jan Ottosen gevst í VÍF, skrivar felagið á heimasíðuni. Henrik Gerster, sum er venjari hjá VÍF mannsliðnum, er settur sum fyribilsvenjari hjá VÍF kvinnunum, meðan felagið leitar eftir nýggjum venjara. Samlaðu skattainntøkurnar hjá kommununi eru mettar at vera 124 milliónir krónur, harvav 13 milliónir krónur eru partafelagsskattur, og eftirlønarskatturin er tríggjar milliónir krónur. Í nýggjárssendingini í sjónvarpinum bleiv Pál Joensen valdur til ársins ítróttarnavn. Hyggjarar og ein nevnd mannað við fimm fólkum funnu vinnaran. Pál Joensen hevur fingið góð úrslit í júst farna árinum. Hann vann silvur í EM í Herning, og hann bleiv eisini nummar tvey á 800 metra teininum í Duel in the Pool kappingini millum Evropa og USA Tá einasta British Aerospace flogfarið, sum er eftir í flotanum hjá Atlantic Airways, skal til eftirlit í Onglandi í februar, fer Atlantic Airways at flúgva til Keflavíkar tvær ferðir um vikuna í staðin fyri til Reykjavíkar. Hetta verður í tríggjar vikur í februar næsta ár. Orsøkin er, at Atlantic Airways hevur ikki fingið loyvi frá íslendsku myndugleikunum at flúgva til Reykjavíkar við Airbus flogførunum. Flogvøllurin í Reykjavík er ætlaður til innanlandsflúgving, men Atlantic Airways sleppur at brúka flogvøllin til Føroyaflúgvingina. Atlantic Airways hevur langt síðani søkt um at sleppa at brúka Airbus flogførini í flúgvingini millum Vágar og Reykjavík. Men enn er einki svar komið úr Íslandi. Næsta summar, tá flogið verður millum Føroyar og Ísland tríggjar ferðir um vikuna, verður flogið við Airbus til Keflavíkar mikudagar og til Reykjavíkar við British Aerospace hinar báðar dagarnar. Tað stendur í lógaruppskotinum frá Almannamálaráðnum um heimatænastu og eldrarøkt, sum løgtingið fer at viðgera í næstu viku. Hetta hevur ikki áður verið staðfest í nakrari lóg, men Tórshavnar kommuna hevur í nøkur ár havt eina líknandi skipan, og royndirnar eru góðar, stendur í viðmerkingunum til lógaruppskotið. Kommurnar leggja sjálvar heimavitjanirnar til rættis, men treytin er, at allir borgarar, eldri enn 75 ár, skulu hava í minsta lagi eina heimavitjan um árið, verður sagt í lógaruppskotinum um heimatænastu og eldrarøkt. Nýggjársrøðan hjá danska forsætisráðharranum, Helle Thorning Schmidt, var byrjanin til eitt valstríð. Tað halda politiskir viðmerkjarar á donskum bløðum í dag, skrivar ritzau. Politiken skrivar í oddagrein, at Thorning kemur út sum sosialdemokratur, og at røðan er fyrsta skotið í valstríðnum, sum fer at merkja 2014. Hetta var ein røða fyri sosialdemokratum, men talan var ikki um eina vinstrahalla røðu, skrivar politiski blaðstjórin á Fyens Stiftstidendes, Elisabet Svane. Tað var sjónligt, at Helle Thorning Schmidt valdi at halda fast við evni, sum stjórnarflokkarnir halda er best egnað til at vinna næsta val við. Og evnið ongin vøkstur ella vælferð kann vísa seg at vera eitt gott val, heldur blaðið. Jyllands Posten heldur, at røðan er eitt tekin um, at Thorning miðar eftir fíggjarligum framburði, og at hetta er eitt tekin um, at stjórin fer at halda fram við nýskipanarpolitikkinnum. Danski forsætisráðharrin nevndi ikki Føroyar í nýggjársrøðu sínari. Tað verður framvegis leitað eftir 20 ára gamla manninum úr Oyndarfirði, sum ikki er sæddur síðani ferðsluvanlukkuna seinasta vikuskifti. Leitingin er ikki so umfatandi longur, men fólk ganga fram við landi og kaga út á sjógv, fyri at vita um nakað sæst til 20 ára gamla mannin. Hvussu leingi leitað verður, er ikki endaliga greitt, men tað eru ikki eins nógv fólk við í leitingini longur, sigur Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur, morgun. Inntøkurnar stava frá, at norska oljufelagið Statoil fer at bora tveir leitibrunnar í føroyskum øki. Íløgan er millum hálva aðru og tvær milliardir krónur, og hetta er størsta einstaka verkætlanin og íløgan nakrantíð í føroyskari vinnusøgu. Nýggja skúvoyarferjan er á veg til landið í dag við farmskipi. Ferjan verður ikki hivað upp, fyrr enn farmaskipið kemur á Havnina í morgin, tí fyrst skal tað á Fuglafjørð. Ferjan, sum skal avloysa Sildberan, er bygd í 1994. Hon tekur 30 36 fólk og fimm tons av farmi. Landsstýrið bað um um tríggjar milliónir krónur at keypa skipið fyri, sýna botnin og at taka tað heim til Føroya. Harumframt skulu hálva fjórða millión krónur brúkast upp á at umbyggja og uppstiga skipið, so tað lýkur øll klassakrøv. Skipið skal hava nýggjan motor og nýggjan krana, og tað skal eisini sandblásast. At keypa og uppstiga skipið fer sostatt at kosta hálva sjeyndu millión krónur. Gongst sum ætlað verður ferjan sett í sigling í vár. Flestu størvini eru mannað við avloysarum. Samband er tí millum kommunulæknafelagið og heilsumyndugleikarnar, so trupulleikin kann loysast. Shefa kaðalin verður væntandi gjørdur aftur næstu dagarnar. Brekið, sum varð staðfest 28. desember, var fjórða álvarsama brekið farna árið. Tað kostar milliónir krónurhvørja ferð, og brekini eru nærum altíð í sama øki. Hetta er 15. brekið á Shefa kaðalinum, síðani hann varð tikin í nýtslu. Og í september upplýsti Føroya Tele, at tað higartil hevur kostað teimum 18 milliónir krónur tilsamans at umvæla kaðalin. Heilsan hjá føroyingum skal helst gerast betri, og tí fer Fólkaheilsuráðið at seta tveir átaksleiðarar í starv, sum skulu kunna fólk um, hvussu tey fáa betri heilsu. Annað átakið nevnist kostur og rørsla, tí góður kostur og eitt sindur av rørslu er gott fyri fólk, sigur Pál Weihe, formaður í Fólkaheilsuráðnum. Bygdarráðið í Hvalba hevur í mong ár ávarað um vandan við sjálvum tunlinum. Men í bygdarráðnum stúra tey eisini fyri kolavegnum, har tung ferðsla og skúlabussar koyra hvønn dag. Landsstýrið hevur boðað frá, at tunnilin til Hvalbiar er tann næsti í røðini, tá Viðareiðistunnilin er liðugur. Tað er í 2016. Borgarstjórin ivast í, um hvalbingar kunnu bíða so leingi. Andreas Lava Olsen hevur í trý ár verið burturstaddur í samband við lesna í Danmark. Útbúgvingin er liðug, og tí hevur hann valt at flyta heim aftur. Andreas Lava Olsen hevur spælt sjey A landsdystir, og skorað eitt mál. Tað málið kom í útidystinum móti Eysturríki í 2009, sum Føroyar taptu 1 3. Í panelunum hoyra vit Niels Una Dam og Eyðfinn Jensen umrøða føroyska tónleikaárið. Birgir Kruse, Ingun í Skrivarastovu og Dávur Djurhuus umrøða føroyska filmsárið. Sif Gunnarsdóttir sigur frá um fyrsta árið sum stjóri í Norðurlandahúsinum, um 30 ára haldið, og nakað av tí, ið verður á skránnið komandi ár. Vár í Ólavstovu og Jógvan Isaksen tosa um føroyska bókaárið. Jenny Petersen og Eyðun Johannesen hugleiða um føroyska leikárið og Kinna Poulsen og Hansina Iversen nema við føroyska myndlist á gáttini til 2014. Tað er dýrt at byggja nýggj fjós, og summir bóndur eru so illa fyri, at teir noyðast at gevast. Við virknari vinnutólum fara nakrir bóndur at leypa av. Ov nógv kommunulæknastørv eru mannaði við avloysarum, og tað er ikki nóg gott, sigur borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Magnus Rasmussen. Í Runavík er trupulleikin stórur, tí har eru avloysarar í tveimum av trimum kommunulæknastørvunum. Í Fuglafirði eru eisini stórir trupulleikar. Í Føroyum eru 32 kommunulæknar í 11 kommunulæknadømum, og í løtuni verða sjey av teimum mannaði við avloysarum. Í løtuni eru 11 læknar undir útbúgving til kommunulækna. Ein varð liðugur í desember í fjør, og tveir verða væntandi lidnir í ár. 2014 er í øllum førum byrjað væl. Samanborið við 1. januar í fjør, tá eingin varð føddur var á Landssjúkrahúsinum ársins fyrsta dag, komu trý børn í verðina í ár. Tann fyrsti í røðini var ein drongur, sum foreldrini annars hildu var ein genta. Tí tað segði skannarin. Tað sigur Livar Nysted vónbrotin. Hóast heimsmeistaraheiti og fleiri met var Livar ikki í uppskoti til at gerast ársins ítróttafólk í 2013. Í minsta lagi 25 skip á vesturstrondini í Jútlandi eru rakt av banninum, skrivar danska kringvarpið. Orsøkin til bannið er, at samráðingarnar um nýggja fiskvinnuavtalu millum ES og Norra eru steðgaðar upp, skrivar DR. Fiskimenninir hava gørn standandi í norskum sjógvi sum teir ikki sleppa framat. Og avleiðingin er minni inntøka, sigur Jan Hansen, formaður í Hanstholm Fiskeriforening, við heimasíðuna hjá DR. Sambært DR, er tað makrelstríðið millum Føroyar og ES, sum forðar fyri øðrum avtalum um fiskirættindi. Sambært formanninum í Hanstholm Fiskeriforening, bøtir tað ikki um støðuna, at Danmark sum partur av ríkisfelagsskapinum ikki atkvøddi fyri at seta tiltøk í verk móti Føroyum í sambandi við makrelósemjuna. Hetta hevur elvt til illvilja móti áhugamálum hjá donsku fiskivinnuni, bæði hjá norðmonnum og í øðrum ES londum, skrivar danska kringvarpið. At vera fyri traumatiskum hendingum ávirkar sálarligu menningina og økir munandi um vandan fyri neiligari menning. Tí er av stórum týdningi, at fyribyrging og viðgerð verður veitt, so negativu avleiðingarnar verða so fáar sum gjørligt. Tað er niðurstøðan í grein, sum sálarfrøðingurin, Tóra Petersen, hevur verið til at skrivað, og sum í desember varð almannakunngjørd í altjóða tíðarriti. Greinin byggir á kanning av øllum 8. floks næmingum í Føroyum. Kannað varð, um tey ungu kunnu bólkast eftir, hvørjum traumatiskum upplivingum tey høvdu verið fyri, og hvørji eyðkenni vóru fyri sálarløstunum. Kanningin staðfestir, at 81 prosent av teimum spurdu siga seg ikki hava verið fyri traumatiskum hendingum, men hava tó upplivað nakað av hóttanum um harðskap og happing og hava eyðkenni sum strongd, tunglyndi og kropslig eyðkenni. 14 prosent lutfalsliga flest dreingir eru í hægsta vandabólkinum og hava verið fyri hóttanum um harðskap, kropsligum álopi og happing og hava eyðkenni sum eitt nú strongd og tunglyndi. Fimm prosent hava verið fyri fleiri álvarsligum hendingum, tó uttan hóttanir um harðskap. Eyðkennini eru strongd og tunglyndi. Sjálvboðin úr øllum landinum fara í morgin at leita eftir 20 ára gamla, Rana í Billustovu, ið hevur verið saknaður síðani ferðsluvanlukkuna í Oyndarfirði. Tey, ið hava hug at hjálpa til við leitingini, kunnu fara inn á vangamyndina hjá Jón Nolsøe Olsen á Facebook. Har verður kunnað um leitingina. Lurtari øtast um órudd inni hjá vinfólkunum. Gestirnir mæla lurtaranum til at bíta tað í seg í eina tíð, og til at pakka sínar viðmerkingar um óruddið væl og virðiliga inn, soleiðis at lurtarin ikki stoytir síni vinfólk. Eitt vinarlag er upp á spæl her, so ver varin, eru ráðini. Tveir aðrir spurningar eru í sendingini hesaferð. Ein kvinna í 50 unum spyr, hvussu hon skal klæða seg, og hin spurningurin er, um ein pápi ikki eigur at sleppa at síggja síni børn, uttan mun til hvat hann hevur gjørt. Gestir í sendingini eru Leif Láadal, Guðrun við Rættará og Bergur Debes Joensen. Rigmor N. Arge sálarfrøðingur og Elin Michelsen, ið er samskiftiskøn svara spurningum viðvíkjandi facebook og samskiftismiðlum. Nógvir Føroyingar nýta samskiftismiðilin facebook, og nýta hervið nógva tíð uppá hetta. Men halda vit at vit eru meira sosial nú enn nakrantíð, og eru vit veruliga nærverandi í royndini at hava nógvar vinir í lummanum Hetta eru spurningar, ið tær báðar svaraðu uppá í gjáramorgunin í góðan morgun Føroyar. Tað er framvegis ógreitt, hvussu verður við sáttmálanum hjá Pedagogfelagnum við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Eingin semja fekst millum partarnar, og semingsmenninir vórðu tí boðsendir fyrst í desember. Men heldur ikki tað gav nakað úrslit. Samráðingarnar millum Pedagogfelagið og almennu arbeiðsgevararnar um nýggjan sáttmála fyri tann, sum fór úr gildi tann 1. oktober, byrjaðu tann 28. august. Komið var væl áleiðis, men tann 3. desember gjørdust partarnir ósamdir um um útrokningar í sambamdi við, at farast skal undir at rokna viðbøturnar fyri ólagaliga arbeiðstíð út í krónum og oyrum til at rokna tær í prosentum av lønini. Maud Wang Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum, er í løtuni stødd uttanlands, men er á veg heim til Føroya. Hon sigur, at komið var hagar til í samráðingunum, at Pedagogfelagið kundi ikki slaka meira í prinsipiellum viðurskiftum. Hvørji hesi viðurskifti eru, vil Maud Wang Hansen ikki siga. Pedagogfelagið fer mánadagin at viðgera støðuna av nýggjum, og hvat nú skal henda, sigur Maud Wang Hansen. Felagið hevur enn ikki boðað frá tiltøkum ella verkfalli, og tað er ein spurningur, sum støða skal takast til. Hóast fólkakirkjan er yvirtikin, stendur tað til danska kirkjumálaráðið at gera av, um føroyska fólkakirkjan kann sleppa undan at víga samkynd. Umsitingin ger vart við fleiri ivasom viðurskifti í ætlanini at broyta hjúnarbandslógina, men mælir tó ikki til at vísa uppskotinum burtur. Umframt at práta um gjøgnumbrotið við Byrtu í 2013, fer Janus Rasmussen millum annað at greiða frá sínum lívi sum tónleikaframleiðari í Íslandi og um tónlistarliga uppvøksturin í Margarinfabrikkini í Havn. Danisfelag Kaggans og Danisfelagið Tøkum Læætt kvøða Kong Sverke. Hans Esbern Heinsen skipar. Jóan Karl Danielsen skipar Strandatátt. Vit hoyra Eysturoyar Dansifelag. Klaksvíkar Dansifelag kvøður Ebbe Skammelseøn. Jen Juul Sólbjørg skipar. At enda annað jólakvøld skipar Martin Tórgarð Runsivalsstríðið í dansifelagnum í Havn. Tá Rasmus Joensen vaks upp á Eiði var annað jólakvøld tað stóra dansikvøldið og tey ungu dansaðu ofta, áðrenn tey eldru fóru upp á gólv. Annars dansaðu tey ungu nógv í skúlanum og har varð áhugin fyri dansinum kveiktur. Ætlanin at byggja eitt uppsjóvarvirki í Fuglafirði er so nær sum ongantíð fyrr. Arbeitt verður við at fáa partapening til vega, so farast kann undir at byggja virkið sum skjótast, so tað fær part í uppsjóvarfiskinum, sum skal fiskast í ár. Tað er Havsbrún, sum stendur á odda fyri nýggja virkinum. Men Havsbrún fær eisini hjálp frá felagnum Framherja, sum millum annað eigur uppsjóvarskipið Fagraberg. Framherji stuðlar ætlanina, tí felagið er heimahoyrandi í Fuglafirði, sigur Anfinn Olsen, stjóri. Og sum skilst, so eru eisini onnur feløg við í ætlanini. Fuglafjarðar Arbeiðsmannafelag hevur boðað til eykaaðalfund í morgin, har støða skal takast til, um peningur skal setast í virkið. Óli Johannesen, formaður í Fuglafjarðar Arbeiðsmannafelag, vil ikki siga nakað um ætlanina, fyrr enn fundurin í morgin hevur verið, tí tað eru limirnir, sum skulu gera av, um pengar skulu setast í nýggja uppsjóvarvirkið. Fuglafjarðar býráð arbeiddi í fleiri ár við at gera eitt uppsjóvarvirki í býnum, og fyri umleið tveimum árum síðani var økið klárt, har ætlanin var at virkið skuldi gerast. Men so gjørdi Varðin av at at gera eitt uppsjóvarvirki, sum av fyrstan tíð skuldi vera í Vági, men síðani endaði á Tvøroyri, Varðin Pelagic. Tað steðgaði ætlanunum í Fuglafirði. Nú nógvur uppsjóvarfiskur kemur upp á land í Føroyum, skuldi grundarlag verið fyri einum virki aftrat, og í fjør vórðu ætlaninar í Fuglafirði tiknar fram aftur. Sum skilst, verður Havsbrún ein virkin partur av ætlanini. Tað ber ikki til at fáa váttað, tí Bakkafrost eigur Havnsbrún. Bakkafrost er á keypsskálanum í Noreg, og tí kann einki sigast um ætlanina, fyrr enn keypsskálin hevur fingið boðini. Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti, vil ikki gera viðmerkingar til tíðindini. Hann sigur bert, at ætlanin verður almenn, um hon, ella tá hon verður veruleiki. Verður virkið bygt í Fuglafirði, verður talan um triðja uppsjóvarvirkið í Føroyum. Frammanundan eru virkini Faroe Pelagic í Kollafirði og Varðin Pelagic á Tvøroyri, sum taka ímóti og virka uppsjóvarfisk. Sonni á Horni, borgarstjóri í Fuglafirði, segði um jóltíðir, at hann tekur væl ímóti ætlanini, men at býráðið ikki hevur fingið nakra formliga umsókn um loyvi at byggja nýggja virkið. Hann vísir tó á, at øki er klárt til eitt uppsjóvarvirki, og verður virkið veruleiki, so kann tað fáa stóran týdning fyri Fuglafjørð, og skapa nógv arbeiðspláss. Talan er um sjógott skip, ið siglir tvær ferðir so skjótt sum Sildberin, sigur Conrad Gaard Joensen, rakstrarleiðari a Strandfaraskipum Landsins. Tilsamans komu og fóru 236.181 ferðafólk um flogvøllin, og tað eru 11.000 fleiri enn árið. Vøksturin er sløk fimm prosent. Gamla metið var í 2012, tá 225.532 fólk komu og fóru um flogvøllin. Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága floghavn, sigur, at útlitini fyri vøkstri aftur í ár eru góð. Í mai verða nýggja farstøðin og tænastubygningarnir tikin í nýtslu. Ferðavinnan sigur, at fleiri føroyingar, sum ætla sær uttanlands, og útlendingar, sum ætla sær til Føroya, hava bílagt sær ferð, og oljuboringin fer eisini at hava nógv virksemi við sær á flogvøllinum í ár. Enn er tó einki, sum bendir á, at onnur flogfeløg fara at flúgva til Føroya. Umboð fyri fleiri útlendsk feløg hava verið í Føroyum og kunnað seg um umstøðurnar í Vágum, men tað tekur tíð at byggja upp rutur, og hetta arbeiðið heldur fram, sigur Jákup Sverri Kass. Bingjuskipið Horst B liggur enn við bryggju í Havn, men skipið siglir væntandi dag, og tá verður farið í dokk uttanlands, tí skipið fekk størri skaða enn av fyrstan tíð hildið, tá tað bar við Argjalandið tollaksmessukvøld. Nógvur vindur var hetta kvøldið, skipið hevði loyst og skuldi til Noregs so nógvur, at bógskrúvan megnaði ikki at fáa skipið um molan, og tað varð tikið yvir á Argjalandið. Sleipibátarnir hjá kipasmiðjuni Mest hjálptu beinan vegin til at fáa skipið avaftur og til bryggju. Síðani er farmurin umskipaður, og skipið gjørt klárt at sigla til umvælingar. Hóast sera nógv samskifti hevur verið millum Vinnumálaráðið og Strandfaraskip Landsins meginpartin av árinum í fjør heilt, niður í smálutir í útreiðslunum hjá stovninum, so hevur Vinnumálaráðið ikki megnað at fingið skil á. Úrslitið er ein stór og heimildarleys meirnýtsla hjá Strandferðsluni í 2013, óvist er. um játtanin fer at halda í 2014, umframt at stovnurin eisini hevur leiðslutrupulleikar at dragast við. Fíggjarstjórin leyp stjóran um, Vinnumálaráðið og landsstýrismannin og fór heilt til fíggjarnevndarlimir at kæra sína neyð. Stjórin varð sjúkrameldaður, landsstýrismaðurin setti ein fyribilsstjóra í skundi, og boð vórðu send eftir grannskoðaravirkinum Januar at gjøgnumganga roknskapin hjá Strandferðsluni og gera eina frágreiðing til landsstýrismannin. Men 27. desember tók grannskoðaravirkið frágreiðingina aftur, við boðum um, at grannskoðanin hevði fingið at vita, at ymisk viðurskifti ikki vóru tikin við í roknskapin. Tað merkir, at enn fæst ikki nágreiniliga at vita, hvussu stór heimildarleysa meirnýtslan hevur verið á Strandferðsluni, og tí er heldur ikki greitt, hvussu nógv stovnurin skal spara, nú vit eru farin inn í nýtt fíggjarár. Útvarpið hevur fingið innlit í samskiftið, sum verið hevur millum Vinnumálaráðið og leiðsluna á Strandferðsluni í farna ári. Og tað vekir ans, hvussu drúgt samskiftið hevur verið, og hvussu farið verður niður í smálutir í rakstrinum av stovninum. Greitt er, at Vinnumálaráðið stóran part av 2013 hevur vitað, at tørvur var á stórari eykajáttan, men hóast hetta, hevur landsstýrismaðurin ikki verið í tinginum við umbøn um eykajáttan. Í staðin hevur kjak verið millum Vinnumálaráðið og Strandferðsluna, um tølini hava verið røtt ella ikki, tíðin er runnin, og stovnurin hevur brúkt meira pening, enn hann hevur fingið játtað. Grannskoðaravirkið Januar fer í seinasta lagi tann 10. februar at lata landsstýrismanninum roknskap og grannskoðarafrágreiðing um Strandferðsluna. Sermitsiaq skrivar, at Enoksen hevur serliga funnist harðliga at fiskivinnupolitikkinum hjá flokkinum. Hann harmast um, at Siumut hevur tikið kvotur frá teimum, sum hava stóran tørv á teimum. Røddir í Siumut hava somuleiðis funnist at, at maðurin hjá Alequ Hammond, Tom Ostermann, fekk starvið sum persónligur ráðgevi hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum Karl Lyberth í gjár. Fleiri hava sagt, at tað er nepotisma, og KNR skrivar, at tað er ein av meginørskunum til, at Enoksen er farin úr flokkinum. Enoksen atkvøddi somuleiðis ímóti síni samgongu, tá lógin um nul toleransu var sett úr gildi í oktober í fjør. Lógin ásetti, at tað er bannað at útvinna og útflyta geislavirkin steinsløg, sum eru í grønlendsku undirgrundini. Hann var einasti samgongulimur, sum atkvøddi ímóti uppskotinum tá. Karl Lyberth, sum er næstformaður í Siumut, sigur við Sermitsiaq, at fráboðanin hjá Enoksen at taka seg úr flokkinum, kemur púra óvart á seg. Elsy Joensen hevur altíð havt áhuga fyri føroyskum dansi og kvæðum. Sum stór genta var hon í dansi saman við foreldrunum í Vági og aðrastaðni í Suðuroynni. Nú dansar hon í Tøkum Lætt og Dansifelag Kaggans. Umframt Sigmundarkvæði, sum sumbingar kvøða, og sum Hargin Joensen skipar, hevur Elsy valt, at lurtararnir skulu hoyra Silvurlín. Marjun Berg skipar eitt dansikvøld í Dansifelagi Kaggans Avloysarar eru í sjey av 32 kommunulæknastørvum, og flestu kommunu læknarnir arbeiða einsamallir. Men best hevði verið, um teir sluppu at arbeiða saman við øðrum læknum í læknahúsum. Tað vilja tey, ið eru undir útbúgving til kommunulækna, sigur Gunnhild Helmsdal. Hon verður sjálv liðug sum kommunulækni um eitt ár. Í løtuni eru 11 læknar undir útbúgving til kommunulækna. Tann fyrsti verður liðugur í desember, annar í februar 2015, og tann triði verður liðugur í aigust 2015. Tað skrivar Adrian Noskwith í brævi til Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum, og Niels Mortensen, nevndarformann í Atlantic Airways. Noskwith skrivar í brævinum, dagfest 30. desember 2013, at tað fær avleiðingar fyri flogfelagið, at almenna floghavnin fer nú sjálv at reka tollfríu søluna. Atlantsflog hevur annars rikið tollfríu søluna seinastu árini. Landsstýrismaðurin hevur ofta sagt seg harmast flogferðaprísirnar. At floghavnin fer at reka tollfríu søluna bøtir ikki um ta støðuna. Nú er vandi fyri, at prísirnir verða enn hægri, skrivar hann í brævinum og leggur áherðslu á, at landsstýrið røkir bara sínu egnu áhugamál. Noskwith undrast somuleiðis á avgerðina at koyra Magna Arge frá sum stjóra, sum hevði góð úrslit at vísa á. Hann heldur ikki, at grundgevingin fyri at seta Jørgen Holme í starv var nóg góð, og hann bíðar enn eftir einari haldgóðari frágreiðing. Noskwith finst eisini at, at Johan Dahl sum landsstýrismaður í vinnumálum blandar seg í nevndaravgerðir. Hann lovaði annars, at landsstýrið fór at halda seg til armslongdarprinsippið, tá ein triðingur av felagnum varð privatiseraður í 2007. Á seinasta aðalfundi misbrúkti hann sína støðu og feldi eitt uppskot um vinningsbýti, sum allir privatu partaeigararnir tóku undir við, skrivar hann. Adrian Noskwith hevur fyrr sagt, at landsstýrið hevur snýtt seg. Tá hann keypti partabrøv í Atlantsflog, var ætlanin, at ein størri partur av felagnum skuldi einskiljast. Tað er enn ikki hent. Hetta endurtekur hann í brævinum til Johan Dahl og Niels Mortensen. Adrian Noskwith skrivar í brævinum, at hann vil fundast við landsstýrismannin og nevndarformannin um tollfríu søluna, knappliga stjóraskiftið og hvønn leiklut smærru partaeigararnir skulu hava í felagnum í framtíðini. Noskwith keypti partabrøv í Atlantsflog í 2007, tá felagið var skrásett á keypsskálanum í Reykjavík og Keypmannahavn. Hann eigur 5,7 prosent av Atlantsflogi. Vinnumálaráðið eigur enn 67 prosent. Restina eiga gott og væl 1100 smáir partaeigarar. Kyndil V F 11 11 21 19 Toppskjútti Kyndil Anna Brimnes 10 mál Toppskjútti VÍF Tóra Seloy 6 mál Stjørnan VB 11 13 27 23 Toppskjútti Stjørnan Ana Maria, Mina Sirdal 6 mál Toppskjútti VB Gentare 8 mál Atlantic Airways deildin Kyndil VÍF 13 12 29 .25 Toppskjútti Kyndil Ludvík Súnason 7 mál Toppskjútti VÍF Filip Jojic 8 mál KÍF Team Klaksvík 14 9 34 21 Í sendingini fara vit við Tórshavnar Kamarkóri tvørtur um Atlantshav. Á ferðini vitja vit í Reykjavík, New York og New Jersey. Kórleiðari er Bernharður Wilkinson. Ivi er um, antin grunnurin kann læna pengar til at keypa festibrøv og mjólkarkvotur. Fiskimálaráðið kannar nú málið fyri at fáa greiðu á, um Búnaðargrunnurin hevur hesa heimildina í lógini. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sigur í svari til Bjørt Samuelsen, løgtingskvinnu, at hendan kanningin verður liðug nú í januar. Verður úrslitið tað, at grunnurin hevur heimildina, so er spurningurin, um hann skal hava hana. Jacob Vestergaard sigur, at tá niðurstøða er gjørd um heimildina at fíggja festibrøv og mjólkarkvotur, fer hann gjølla at viðgera spurningin, um Búnaðargrunnurin skal hava hesa heimildina ella, um lógin skal broytast. Eitt løgfrøðiligt umboð fyri Búnaðargrunnin og ein stýrislimur hava vent sær til Fiskimálaráðið um ivan um lógarheimildina, og lógartulkingarnar eru ymiskar, stendur í svarinum hjá Jacob Vestergaard til Bjørt Samuelsen. Fyrrapartin í dag fer Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, at ráðføra seg við Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum um ætlaðu broytingarnar í dupultskattavtaluni millum Føroyar og Grønland. Broytingar í dupultskattaavtaluni vóru millum annað endamálið við ferðini hjá Jørgeni Niclasen til Grønlands í fjør summar. Sambært føroyska Fíggjarmálaráðnum ger galdandi avtala, at føroyskar fyritøkur í Grønlandi fáa ikki kappast á jøvnum føti við fyritøkur úr øðrum londum, serliga úr Danmark, Noregi og Íslandi. Tá Jørgen Niclasen var í Grønlandi, avtalaðu hann og grønlendski starvsfelagi hansara at hittast aftur í Føroyum nú í januar at halda fram við tingingunum um dupultskattaavtaluna og samstarv annars um skatt og búskaparskipan. Vittus Qujaukitsoq, landsstýrismaður í fíggjarmálum og innlendismálum, kemur til Føroyum á almenna vitjan seinni í hesum mánaðinum. Hann skal eisini til Íslands. Uttanlandsferðin hjá grønlendska landsstýrismannium byrjar í dag og varar til 16.januar. Álitisfólkini hjá Pedagogfelagnum eru biðin um at koma á fund seinnapartin í morgin at umrøða støðuna, nú felagið framvegis ikki hevur fingið nýggjan sáttmála fyri tann, sum fór út gildi 1.oktober í fjør. Maud Wang Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum, leggur dent á, at enn er eingin avgerð tikin um at fara í verkfall, nú sáttmálaloysi er. Støða verður ikki tikin til verkfall, fyrr enn nevndin hevur tosað við álitisfólkini. Og tað verður seinnapartin í morgin. Einki samband hevur verið millum Pedagogfelagið og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, síðani Semingsstovnurin gav skarvin yvir tann 19.desember. Arbeiðsgevararnir hava heldur ikki boðað frá, at teir lýsa verkbann. Ymiskt skal gerast við skipið, áðrenn tað verður sett i sigling. M.a. skal tað hava nýggjan motor og krana, og tað skal eisini sandblásast. Arbeiðið verður boðið út fyrsta dagin. Ferjan, sum skal avloysa Sildberan, er sjógóð, og tað siglir tvær ferðir so skjótt sum Sildberin, sigur Conrad Gaard Joensen, rakstrarleiðari á Strandfaraskipum Landsins. Hon er smíðað í 1994, og tekur 30 36 fólk. At keypa og uppstiga nýggju skúvoyarferjuna kostar tilsamans hálva sjeyndu millión krónur. Gongst sum ætlað, verður ferjan sett í sigling í vár. Danisfelag Kaggans og Danisfelagið Tøkum Læætt kvøða Kong Sverke. Hans Esbern Heinsen skipar. Jóan Karl Danielsen skipar Strandatátt. Vit hoyra Eysturoyar Dansifelag. Klaksvíkar Dansifelag kvøður Ebbe Skammelseøn. Jen Juul Sólbjørg skipar. At enda annað jólakvøld skipar Martin Tórgarð Runsivalsstríðið í dansifelagnum í Havn. Tá Rasmus Joensen vaks upp á Eiði var annað jólakvøld tað stóra dansikvøldið og tey ungu dansaðu ofta, áðrenn tey eldru fóru upp á gólv. Annars dansaðu tey ungu nógv í skúlanum og har varð áhugin fyri dansinum kveiktur. Í tí sambandi hevur nevndin millum annað biðið Amnesty, Føroya deild, Dátueftirlitið og advokatarnar, Turið Debes Hentze og Jógvan Elias Winther Poulsen, um at koma á gátt at siga sína hugsan um lógaruppskotið. Stóri avlurtingarpakkin, sum yvirhøvur avrit av danska yvirgangspakkanum, er gjørdur av danska løgmálaráðnum, og løgmaður hevur langt hann fyri tingið. Atfinningar vóru alt fyri eitt um, at lógaruppskotið ikki var upplýst, áðrenn tað varð lagt fyri tinglimir at taka støðu til. Eingi hoyringarskriv vóru løgd við, og tá tey loksins komu, vóru tey ikki serliga upplýsandi. Danska løgmálaráðið hevur biðið fleiri danskar stovnar siga sína hugsan um ætlaðu avlurtingarmøguleikarnar í Føroyum, men teir flestu hava als onga viðmerking uttan tað, at teirra virkisøki ikki fevnir um Føroyar. Og Dátueftirlitið í Føroyum hevði heldur ikki nakra viðmerking við tilvísing til, at teirra arbeiðsøki fevnir um persónsdatalógina og ikki rættargangslógina. Men nú er Dátueftirlitið so kortini biðið um at koma á fund við rættarnevndina mikudagin at siga sína hugsan um ætlaðu avlurtingina. Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, skal eisini møta í rættarnevndini, tí hann hevur ábyrgdina av fjarskiftislógini, sum skal broytast, so hon samsvarar við avlurtingarpakkan. Tað er fjarskiftislógin, ið skal áleggja telefyritøkunum at hava tøkni og manning til ta avlurting, sum løgreglan við avlurtingarpakkanum fer at kunna krevja. 16 fólk vilja verið stjóri á Almannaverkinum. Umsóknarfreistin var úti fríggjadagin á niddegi, og Almannamálaráðið hevur fingið 16 umsóknir til starvið. Spurningurin til Brúkaraumboðið í morgun var um nýggju vegleiðingina um prísin á ferðaseðlum Hoyrdi herfyri, at nú skuldi vera lættari at fáa fatur á bíligum ferðaseðlum hjá Atlantsflog, tá felagið hevur hesi bíligu tilboðini avmarkaða tíð. Havi sjálvur fleiri ferðir roynt at fáa fatur á teim bíligu bilettunum, so skjótt tær eru lýstar, men tað hevur ikki verið lætt, tí prísirnir variera allatíðina, og ikki ber til at ringja vestur og bíleggja um telefon. Í annaðkvøld skipar Hilda Viderø fyri einum kjakfundi í Lamba fyri øllum, sum ynskja at fáa meira at vita um, hvussu vit hjálpa børnum í samkomum og kirkjum undan seksuellum ágangi. Tað er Hilda sum skipar fyri vegna felagsskapin ÁSÁ árin av seksuellum ágangi. Persónssøgur, speirekandi viðmerkingar frá einum skemtara, brøv um kenslur og kynslív til útvarpssending og styttri videobrot er millum best umtókta miðlatilfarið á kvf.fo í 2013. Fekst tú ikki tær best umtóktu søgurnar á kvf.fo í 2013 við, er høvið her. Her eru 20 tær best umtóktu í árinum, ið fór. Klikk á yvirskriftirnar fyri at lesa, síggja ella hoyra meira Líkið, sum varð funnið í Rættargjógv í Oyndarfirði leygardagin, er av 20 ára gamla Rana í Billustovu, sum leitað hevur verið eftir, síðani ferðsluvanlukkuna í Oyndarfirði leygarmorgunin 28. desember. Leygardagin varð skipað fyri umfatandi leiting, sum sjálvboðin tóku stig til. Eini 400 fólk vóru við í leitingini, og seinnapartin leygardagin varð líkið funnið í Rættargjógv, har bilurin fór útav. Tá Kári P. Højgaard var landsstýrismaður í innlendismálum, arbeiddi hann burturav við einari privatari loysn fyri Eysturoyartunnilin, men so nógv rumbul stóðst av málinum, at endin varð, at løgmaður koyrdi Kára P. Højgaard frá. Nú hevur samgongan snarað 180 stig, tí loysnin, sum liggur á borðinum, er ein almenn loysn burturav, sigur Kári P. Højgaard við In.fo. Kári P. Højgaard ivast í, um tíðarætlanin fyri Eysturoyartunnilin fer at halda. Sambært privatu loysnini skuldi verða koyrandi í 2018, men politisk ósemja hevur seinkað verkætlanini. Felagið skal stovnast, jarðfrøðiligar kanningar skulu gerats, og arbeiðið skal bjóðast út. Tað sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, nú borgarar í Runavíkar kommunu rópa varskó, tí trupult er at fáa kommunulæknar í fast starv við Skálafjørðin. Sigurð Simonsen, býráðslimur og fyrrverandi borgarstjóri í Fuglafirði, tók tíðliga á heysti í fjør stig til at fáa bygt eitt uppsjóvarvirki í Fuglafirði. Hann hevur tosað við tveir stórar íleggjarar, Bakkafrost, sum eigur Havsbrún, og reiðaríið Framherja. Harafturat eru fakfeløgini og vinnuvirkini í Fuglafirði biðin um at seta pengar í. Sigurð Simonsen sigur, at ætlanin er, at allir teir smáu íleggjararnir skulu í eitt felag, sum so aftur skal vera við til at stovna felagið, sum skal byggja uppsjóvarvirkið. Millum teirra, sum eru biðin um at vera við, eru tey trý fakfeløgini í Fuglafirði. Arbeiðsmannafelagið hevði eykaaðalfund leygardagin. Óli Johannesen, formaður, sigur, at viðtøkurnar hjá felagnum krevja, at minst 60 limir skuldu vera á fundinum fyri at hann kundi vera viðtøkuførur. Tveir triðingar av fundarmonnunum skuldu atkvøða fyri, um felagið skal seta pengar í uppsjóvarvirkið. 62 limir vóru á fundinum, og sambært formanninum atkvøddu 98 prosent fyri, at felagið skal seta pengar í. Hvussu nógv, talan er um, vil formaðurin ikki siga enn. Margretha Rasmussen, forkvinna í Fuglafjarðar arbeiðskvinnufelag, sigur, at tær hava ikki viðgjørt málið enn. Hjá teimum krevst eisini, at kallað verður til eykaaðalfundar, men tað er ikki gjørt enn. Jóhan Hansen, formaður í Handverkarafelagnum, sigur, at nevndin í felagnum hevur viðgjørt fyrispurningin og nevndin er positiv. Meira vil hann ikki siga í dag. Hjá Handverkarafelagnum er ikki, sambært viðtøkunum, neyðugt at hava eykaaðalfund um slík mál sum hetta. Sigurð Simonsen var borgarstjóri í Fuglafirði, tá býráðið í september í 2009 samtykti at fáa eina frágreiðing, eitt prospekt, um at bjóða fram øki til virki at gera matvørur úr uppsjóvarfiski. Frágreiðingin skuldi gerast fyri at fáa íløgur til verkætlanina. Kommunan kundi bjóða eitt grundstykki og bryggju. Og fyrst í juni í 2011 visti Útvarpið at siga, at Óli Samró, stjóri í Farec International, og hetlendingurin, Derek Hunter Leask, høvdu stovnað holdingfelagið Mountain Pelagic Holding. Holdingfelagið stovnaði síðani Mountain Pelagic. Tá var klárt at fara til íleggjarar og finna fígging til uppsjóvarvirkið, sum skuldi byggjast í Fuglafirði. Beint fyri ólavsøku í 2011 var borgarstjórin í Fuglafirði so bjartskygdur, at hann væntaði, at Mountain Pelagic kundi taka í móti fyrstu lastini í august ella september í 2012. Men 29.august í fjør vórðu smápartafeløgini Mountain Pelagic Holding og Mountain Pelagic í Fuglafirði send Skiftirættinum til tvingsilsavtøku. Og 6.november vórðu bæði feløgini strikað í partafelagsskránni. Sigurð Simonsen sigur í dag, at tá Varðin fyrst í 2012 gjørdi av at byggja uppsjóvarvirki á Tvøroyri, var ikki longur grundarlag fyri ætlaða virkinum í Fuglafirði. Men við teimum stóru kvotunum, sum nú eru, eigur grundarlag at vera fyri einum virki afturat, sum kann taka í móti svartkjafti, makreli, sild og lodnu, heldur Sigurð Simonsen. Danski uttanríkisráðharrin hótti seinasta summar við, at Danmark fór at taka seg úr IWC tann 1. januar, eftir at Grønland ikki fekk loyvi at hækka sína stórhvalakvotu. Nú eru røddir frammi, sum siga, at stóru limalondini í hvalaveiðunevndini, USA, Russland, Avstralia og Japan, siga seg fara at vísa størri samráðingarvilja, og tí hevur Danmark gjørt av at verða verandi í hvalaveiðunevndini, í øllum førum til ársfundurin hevur verið í september. Tað er neyðugt at finna eina semju, og verður tað ikki møguligt, so er eingin meining í at halda fram í IWC, sigur arktiski sendiharrin hjá ríkinum, Erik Vilstrup Lorentzen, við grønlendska kringvarpið. Stríðið stendur um, at Grønland ynskir at hækka sína kvotu av nebbafiski úr 10 uppí 19, og tað vilja hini londini í IWC ikki. Grønland hevur ikki troytt kvotuna til fulnar, tí í 2012 vórðu fimm nebbafiskar skotnir, hóast Grønland hevði loyvi at skjóta 10 nebbafiskar. Í nýggjársrøðu sínari segði Aleqa Hammond, landsstýrisforkvinna, at tað hevur stóran týdning, at Grønland er við í arbeiðinum í Altjóða Hvalaveiðunevndini. Besta árið frammanundan var í 2010, tá Noreg útflutti fiskavørur fyri 53,8 milliardir krónur Størsta orsøkin er stóri eftirspurningurin eftir laksi, og tað hevur fingið prísin at hækka. Sambært norsku útflutningsvinnuni var miðalprísurin fyri norskan laks slakar 40 norskar krónur fyri kg í fjør, og tað vóru 44 prosent hægri enn árið fyri. Ongantíð fyrr hevur Noreg útflutt so nógv av toski sum í fjør. Útlfutiningurin vaks meiri enn eina helvt, og prísurin var 19 prosent hægri enn árið fyri. Russland er ein týdningarmikil keypari av norskum fiskavørum. Útflutningurin til Russlands í fjør var fyri 6,6 milliardir krónur, og tað eru 10 prosent meiri enn árið fyri. ES keypir mest fisk úr Noregi. Í fjør fóru 59 prosent av útflutninginum til ES londini. Á fyrsta fundinum í ár, sum verður fyrrapartin í morgin, fer løgtingið at viðgera lógina, ið flytur eldraøkið frá landinum til kommunurnar. Annika Olsen, landsstýriskvinna, legði fyri jól lógaruppskotið um kommunalt samstarv um heimatænastu, eldrarøkt og annað fyri løgtingið. Sambært lógini skulu kommunurnar í seinasta lagi 1.juli verða skipaðar í góðkend kommunal samstarvsøki, og hava fingið skrivliga samstarvsavtalu um, hvussu eldraøkið skal umsitast. Ætlanin er, at kommunurnar fáa eldraøkið at umsita 1.januar 2015. Samstundis er komið lógaruppskot um heimatænastu eldrarøkt og annað. Kanningin um fíggjarstøðuna á frítíðarskúlanum í Hoyvík, har býráðspolitikarin Levi Mørk var leiðari, verður liðug fríggjadagin. Tá verður greitt, hvat kommunan fer at gera við málið. Fíggjarnevndin hjá Tórshavnar kommunu var á fundi á middegi í dag, tí umsitingin hevur varhugan av, at fíggjarligt óreglusemi hevur verið á stovninum. Leikum Fagurt fer at kvøða. Gulbrand Simonsen skipar. Levi Niclasen skipar Flóantsrímu í Suðuroyar Norðara Dansifelag. Vísuna, Burnaman holder i fjeldet ud, skipar Leivur Danielsen í Dansifelagnum í Havn. Klaksvíkar Dansifelag fer at kvøða Tróndarkvæði. Jógvan Pætur Gilstein skipar. Og enda fer Dansifelagið í Havn at kvøða Jallgrímskvæði. Niels á Velbastað skipar. Í sendingini verður nýggja útgávan umrødd, eins og fleiri sangir verða spældir, so lurtarin kann gera sína egnu meting av tónleikinum. Nógv byggivirksemi verður um alt landið næstu árini. Nýggj farstøð verður bygd við flogvøllin, sum skal verða liðug í summar, og ein nýggjur stórur skúli er í gerð. Bakkafrost byggir út í Runavík fyri tíggjutals milliónir. Á Tvøroyri skal saltsilan byggjast til mentanarhús, og Bústaðir fara í næstum undir sína stóru bústaðarætlan, millum annað í Klaksvík. Hetta er eitt gott hugskot, halda íverksetarar á Føroya Handilsskúla. Men, húsið skal fram um alt verða stjórnað av fólki við vinnulívsroyndum, halda íverksetararnir. Teir gjørdust nummar fimm í einari evropeiskari kapping millum ung virki. Í dag hoyra vit søguna Sveinur lítli og Kitlitussin. Páll Danielsen lesur og Oskar Hermansson skrivaði. Søgan er at lesa í savninum Undir Tussafjøllum. Sami leistur, sum verður brúktur, tá Føroyar yvirtaka málsøki frá Danmark, skal brúkast, tá kommunurnar skulu yvirtaka 500 starvsfólk í eldrarøktini frá landinum um eitt ár. Tað heldur arbeiðsbólkurin, sum varð settur at gera tilmæli um starvsfólkaviðurskiftini, nú kommunurnar skulu taka við eldraøkinum. Okkurt um 1000 fólk arbeiða í eldrarøktini. Helvtin, 500 fólk, fáa nýggjan arbeiðsgevara 1. januar 2015. Arbeiðsbólkurin mælir til, at brúktur verður sami leistur, sum verður brúktur, tá føroyskir myndugleikar yvirtaka málsøki frá donsku ríkismyndugleikunum. Tað merkir, at fólk, sum hava eina uppgávu at røkja, ið verður løgd til kommunurnar at umsita, verða flutt til kommununa ella kommunala samstarvið, sum fær uppgávuna. Ásetast skal í lóg, at fólk fáa rættindi og skyldur, sum eru meinlík teimum í lógini um rættindi løntakaranna í sambandi við, at landsstýrið yvirtekur mál og málsøki frá ríkismyndugleikunum. Arbeiðsbólkurin hevur uppskot um, hvussu lógin skal orðast. Og hann hevur eisini gjørt eina arbeiðs og tíðarætlan viðvíkjandi teimum 500 starvsfólkunum hjá landinum, sum skulu arbeiða hjá kommununum um eitt ár. Fyrsta viðgerð av lógaruppskotunum hjá Anniku Olsen, at lata kommununum eldraøkið tann 1. januar 2015, verður í dag. Eftir tingfundin, sum byrjar klokkan 11, fara bæði uppskotini í Trivnaðarnevndina. Eftir sjey ár í Grønlandi eru partabrøvini seld íslendskari familjufyritøku, har Gudmundur Kristjansson í Reykjavík er nevndarformaður. Sermitsiaq skrivar, at hvørgin parturin vil upplýsa sølukostnaðin, men Hanus Hansen staðfestir kortini, at upphæddin samsvarar við tað, sum føroyingar hava sett í feløgini. Vit hava mist nógvar pengar í Grønlandi, og fíggjarliga eru vit undir trýsti í Føroyum. Tí tóku vit av tilboðnum úr Íslandi, sigur hann við blaðið. Arctic Prime Production rekur trý virki, tey eru í Qaqortoq, Nanortalik og Kuummiut, meðan dótturfeløgini hava tveir stórar trolarar og reka fleiri minni fiskifør. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í tunnilsmálum, bíðar eftir at frætta frá flokkunum, hvat teir halda um lógaruppskotið um partafelagið, sum skal gera og eiga Skálafjarðartunnilin og Sandoyartunnilin. Allir flokkar fingu lógaruppskotið fyri jól, men teir fingu tó onga freist at svara, hvat teir halda um uppskotið, sigur Jørgen Niclasen. Tí er eingin fundur ásettur at leggja síðstu hond á tunnilsmálið, áðrenn tað fer í løgtingið. Sambært landsstýrismanninum metir Landsverk, at tær kjarnuboringar, sum eru eftir at gera, fara at kosta 15 milliónir krónur Sambært lógaruppskotinum, sum er til hoyringar hjá flokkunum, skal stovnast eitt partafelag, har landið eigur meirilutan. Men tað er umráðandi, at fakfeløgini og smærri vinnurekandi í býnum eisini fáa møguleika at vera við, tí tað hevur týdning, at um at lokalsamfelagið tekur undir við ætlanini, sigur Sigurð Simonsen, ið hevur tikið stig til at savna pening til virkið. Uppsjóvarvirkið verður mett at kosta 200 milliónir krónur, og 50 60 milliónir krónur í partapeningi skulu útvegast. Eftir ætlan skal virkið í Fuglafirði taka ímóti fiski í summar. Landsstýrið hevur framvegis ikki rindað CIP milliónina, sum felagið skuldi hava, um sáttmálin um Eysturoyartunnilin ikki varð undirskrivaður fyri 31. august. Upprunaliga skuldi sáttmálin millum Innlendismálaráðið og Copenhagen Infrastructure Partners verið undirskrivaður fyri hálvum ári síðani, men hetta varð av ongum. Avtalað varð síðani gjørd millum Innlendismálaráðið og CIP um, at CIP skuldi hava eina millión í sonevndari break fee, um so varð, at sáttmálini ikki varð undirskrivaður fyri 31. august. Men CIP hevur framvegis ikki fingið milliónina, hóast vit eru farin inn í eitt nýtt ár. CIP vildi annars hava greiði á málinum fyri nýggjár, men hóast støðan er óbroytt, hevur CIP ikki fingið milliónina. Bjarni Askham Bjarnason, aðalstjóri í Fíggjarmálaráðnum, váttar bara gjøgnum sms boð fyri Degi amp Viku , at milliónin ikki er goldin. Hví hon ikki er goldin, svarar aðalstjórin ikki. Nú byrjar sakarmálið ímóti gomlu leiðsluni í Eik banka. Fíggjarligt støðufesti hevur stevnt gomlu leiðsluni og grannskoðaranum eftir 150 milliónum krónur Teir sum eru stevndir eftir endugjaldinum eru fyrrverandi nevndarformaðurin í Eik banka, Fritleif Olsen, og fyrrverandi næstformaðurin í nevndini, Odd Bjellv g. Fíggjarligt støðufesti stevnir eisini fyrrverandi forstjóranum, Marner Jacobsen og fyrrverandi stjóranum, Bjarna Olsen. Grannskoðarafyritøkan Nota og grannskoðarin, Hans Jóhan Laksá, eru eisini við í stevningini. Fyrireikandi rættarfundur verður 17. januar. Tá verður gjørt av, hvussu rættarmálið skal fara fram. Nevndarformaðurin í næstformaðurin í nevndini hava føroyskar advokatar at umboða seg, meðan hinir hava danskan advokat. Tað er ein av niðurstøðunum í spurningarkanning sonevnduTalis kanningini sum Lærarafelagið og Mentamálaráðið hava gjørt millum lærarar í fólkaskúlanum. Formaðurin í Skúlaleiðararfelagnum vísir ikki hugskotinum aftur og er opin fyri broytingum. Men spurningurin er, um bara skúlastjórar eiga at vera áramálssettir. Hevur tú hug at taka eina lestrarhálvu í India, Vietnam, Argentina, Nicaragua ella Ghana So ber til at at koma til hesi londini gjøgnum eina norska lestraræltan. Men hvør kann fara og hvussu er tað at lesa i einum so fjarskotnum landi Elisabeth Skarðhamar Olsen, sum arbeiðir innan hetta økið í Ghana og Holger Arnbjerg frá Altjóða skrivstovuni vóru í útvaparsstovuni í morgun. Vit vitja ein av føroya elstu endurnýtsluhandlunum. Klokkan tvey seinnapartin í gjár, lat endurnýtsluhandilin, Blákrossbúðin í Havn upp, eftir at hava verið stongd í umleið ein mánað. Umbyggingar og broytingar eru gjørdar í handlinum. Her eru stór handilsvimdeygu sett í og bert við at hyggja inn gjøgnum gluggarnar, sæst, at her er nógv at fáa. Morgunsendingin var í handlinum og her hittu vit Idu í Kálvalíð, Mariu Hansen og Óla V. Jacobsen Halló Norðurlond er kunningartænasta hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum og skal verða við til at styrkja flytførið í Norðurlondum. Tað verður gjørt við at hjálpa einstaklingum og fyritøkum við upplýsingum, sum kunnu gera avgerðir teirra um eitt nú flyting, arbeiði og lesnað í einum øðrum norðurlandi lættari Kunningartænasta, sum verður veitt, er eisini í samstarvi við Altjóða skrivstovuni. Umboð frá Altjóða skrivstovuni og Halló Norðurlond, skiftast triðju hvørja viku at svara spurningum, sum koma frá tær, sum lurtara. Send spurningar til gmf kvf.fo Landsstýrið fer at læna kommununum í Vágum 31,5 milliónir krónur at umvæla heimið á Sýnini í Miðvági. Lánið er treytað av, at løgtingið góðkennir tað. Avtalan ber í sær, at røktarheimið, sum ein sjálvognarstovnur higartil hevur átt, nú verður ogn hjá kommununum. Tá kommunurnar hava yvirtikið heimið, verður farið undir umfatandi umvælingararbeiði, sum kommunurnar hava ábyrgdina av. Treytað av samtykt løgtingsins, lænir landsstýrið Vága kommunu og Sørvágs kommunu 31,5 milliónir krónur til umvælingararbeiðið. Bæði ognarluturin í heiminum og lánsupphæddin verður lutað millum kommurnar eftir fólkatali. Skúlastjórar við smærru skúlarnar forvinna á leið 32 túsund krónur um mánaðin, og skúlastjórar við skúlar, har næmingatalið er oman fyri 500, forvinna 43 túsund krónur um mánaðin. Tað halda Rigmor Dam úr Javnaðarflokkinum og Gunvør Balle úr Tjóðveldi, sum hava lagt uppskot fyri tingið um at broyta kringvarpslógina. Samstundis arbeiðir mentamáláráðið við Bjørn Kalsø, landsstýrismanni, á odda eisini við einum broytingaruppskoti. Rigmor Dam Helgi Abrahamsen úr Sambandsfllokkinum fara í kvøld at kjakast eftir Dag Viku, hvussu ein framtíðar føroyskur miðlapolitikkur skal skipast, og hvønn leiklut almenna Kringvarpið skal hava í miðlalandslagnum. Sirið Stenberg, sum var framsøgukvinna hjá Tjóðveldi, finst hvassliga at uppskotinum. Hon sigur, at lógin fer at hava við sær, at ójavnin á eldraøkinum verður uppaftur størri. Fíggingin er ikki greið, og heldur ikki er lagt upp fyri játtan til nýggjar tænastur. Tolleftirlitið hjá TAKS staðfesti í fjør vøkstur av ólógligum innflutningi av heilivági. Í 2013 varð lagt hald á 242 sendingar av heilivági samanborið við 134 sendingar í 2012. Talan er um sendingar, sum eru innfluttar sum postur. Hetta er heilivágur av ymiskum slag, sum privatpersónar keypa á netinum frá ymiskum útlendskum seljarum. Í útlandinum eru tað fleiri og fleiri seljarar, internetapotek, sum bjóða seg fram at selja heilivágin. Lítið og einki eftirlit er við, hvat framleitt verður, og hvørjum evnum framleiðslan verður gjørd burturúr. Kann vera vandamikið Nýtsla av slíkum heilivági kann vera vandamikil. Sambært HOD Helse og omsorgsdepartementet kann heilivágurin bæði verða dálkaður, ikki hava røttu virkandi evnini, hava skeivan skamt og innihalda onnur evni, enn lýsingin sigur. Tað kann hava við sær eitran, hjáárin, og í ringasta føri skaða heilsuna. Í Føroyum er tað bert Apoteksverkið, sum hevur loyvi til at flyta inn og selja heilivág. Heilivágurin, sum onnur enn Apoteksverkið flyta inn, verður afturhildin av TAKS og burturbeindur. Talan er ofta um rættiliga kostnaðarmiklan heilivág, sum keyparin ikki kann fáa útflýggjaðan.Tí missir keyparin peningin, hann hevur goldið fyri ólógliga heilivágin. Tað er ein partur av tolleftirlitsarbeiðinum hjá TAKS at tryggja fólkaheilsuna við millum annað at steðga ólógligum innflutningi av ólógligum heilivági. Hetta kemur fram í viðmerking til kjakið, sum hevur tikið seg upp í kjalavørrinum av tilnevningini, tí havrógvarin, Livar Nysted, als ikki var í uppskoti at fáa heiðurin. Ítróttarsambandið setti ikki dómsnevndina, sum tilnevndi ítróttarfólkin í nýggjarárssendingini í sjónvarpinumi, sigur Petur E. Petersen, ÍSF forseti. Fiskimálaráðið hevur játtað pening til 11 nýggjar verkætlanir av játtanini til Fiskivinnuroyndir í ár. Harumframt er framhaldandi játtan latin sjey verkætlanum, sum byrjaðu í 2011 12 og 2013. Tilsamans fáa 18 verkætlanir stuðul frá 2014 20116. Játtaðar eru 5,2 milliónir krónur, av hesum eru 3,7 milliónir krónur eru fyri 2014. Í ár hava vinnufyritøkur fingið 62 av játtanini, Havstovan 28 , og aðrir granskingarstovnar hava fingið 9 . Bilurin er á verkstað, so buglan kann gerast aftur. Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður. Í summar gjørdi hann greitt, at tað fekk avleiðingar fyri ríkisfelagsskapin, um danir stongdu sínar havnir fyri donskum skipum. Í dag sigur løgmaður, at viðurskiftini millum Føroyar og Danmark eru batnað, og at Danmark hevur spent seg út til frama fyri ríkisfelagsskapin í fiskivinnuósemjuni við ES. Í dag sigur løgmaður, at viðurskiftini millum Føroyar og Danmark eru batnað, og at Danmark hevur spent seg út til frama fyri ríkisfelagsskapin í fiskivinnuósemjuni við ES. Ann Chanett greiðir millum annað frá síni tilveru og tónleikaligu bakgrund. Eisini verður práta um nýggju fløguna hjá bólkinum, sum nú er tilnevnd sum besta fløga við bólki og besta debutfløga á heimasíðuni Scandipop.co.uk. Tað vóru greiðu boðini, sum tey 100 álitisfólkini í Pedagogfelagnum góvu nevndini í gjár. Maud Wang Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum, sigur, at tað er sera lítið, sum skilir partarnar, og tað, sum vantar í at gera semju, kostar einki. Foreldur at børnum á dagstovninum á Kambsdali stúra fyri, at pedagogarnir aftur fara í verkfall. Verkfallið í fjør er enn feskt í minninum. Longu stutt eftir at heimasíðan, Portalurin, avdúkaði, at eitt felag hjá Jørgeni Niclasen snýtti í tolli fyrst í nítiárunum, kravdi samgongu tingmaðurin, Jenis av Rana, at landsstýrismaðurin reinsar seg. Nú tríggjar vikur eru farnar, síðan málið kom undan kavi, krevja og vænta fleiri samgongufólk, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum reinsar seg. Men Jørgen Niclasen sjálvur heldur seg kúrran. Bogi Mortensen, stjóri á Strandferðsluni, var sjúkrameldaður til í gjár, og sambært aðalstjóranum í Vinnumálaráðnum, er hann ikki sjúkrameldaður meira, men í starvi hjá Strandferðsluni. Men aðalstjórin sigur, at ongin niðurstøða er gjørd annars viðvíkjandi stjóranum á Strandferðsluni, og hon vil ikki gera aðrar viðmerkingar til málið. Nú, Hans Johannes á Brúgv heldur fram sum stjóri á Strandferðsluni hesa vikuna, heldur Jákup Kristian Poulsen fram sum stjóri á Skipaeftirlitinum, har Hans Johannes á Brúgv annars er stjóri. Síðst í januar fer løgtingið at biðja landsstýrið koma við einari heildarætlan um yvirskipaðan politikk fyri skapandi, kreativar, vinnur, millum annað filmslist. Nú uppskotið er viðgjørt í Mentanarnevndini, er nevndin samd um at heita á landsstýrið um at fyrireika og leggja frágreiðing fyri løgtingið um uppskot um heildarætlan um yvirskipaðan politikk fyri kreativar vinnur, herundir film. Skapandi vinnur veksa skjótari enn so nógvar aðrar vinnur í heiminum. Í Føroyum er eingin yvirskipað ætlan, sum fevnir um eitt nú film, telduspøl, tónleik, bókmentir, sniðgeving og matgerð. Tí er brúk fyri einari heildarætlan, sigur Mentanarnevndin, sum hevur broytingaruppskot til uppskotið hjá Tjóðveldi, so tað umfatar alla skapandi vinnu, ikki bara film. Tingfundur verður ikki aftur fyrr enn síðst í januar, tí Vinnunevndin fer til Kina. Atkvøtt verður um uppskotið um skapandi vinnur tann 30.januar. Jørgen Niclasen og grønlendski starvbróðir hansara, Vittus Qujaukitsoq, undirskrivaðu í gjár dagføringarnar í dupultskattaavtaluni. Nú verður høgligari hjá føroyskari frálandavinnu og vinnu á landi at virka í Grønlandi, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður. Í dagførdu avtaluni eru komnar reglur um, hvussu frálandavinna skal skattast í Grønlandi. Tær gera, at føroyskar fyritøkur verða kappingarførar við fyritøkur í grannalondunum. Vinnuvirki á landi, so sum byggifyritøkur, kunnu nú virka í seks mánaðir í Grønlandi, uttan at fyritøkan og føroysku starvsfólkini gerast skattskyldug í Grønlandi. Frammanundan vóru bara tríggir mánaðir skattafríir. Mánadagin ráðførdi Jørgen Niclasen seg við Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum. Sambært Fíggjarmálaráðnum tók Uttanlandsnevndin fult undir við broytingunum í dupultskattavtaluni, sum tó skulu samtykkjast í løgtinginum og landstinginum, áðrenn tær koma í gildi. Deildin B6 á Landssjúkrahúsinum er í løtuni isolatiónsdeild í eini roynd at basa tilburðum av leysum lívi og spýggju, ið kunnu vera vandamiklir fyri eldri og veik, og tey heilt smáu. Tað verður ikki noktað avvarðandi at vitja fólk, ið eru vorðin sjúk og liggja avbyrgdu. Men heitt verður á tey um at venda sær til starvsfólkini á B6 fyrst, tá tey koma á vitjan. Tingfólk, bæði í andstøðu og samgongu, ivast í uppskotinum hjá landsstýrinum um kommunalt samstarv á eldraøkinum. Eitt av ivamálunum er, hvør hevur avgerðarrætin á eldarøkinum Samstarvsøkið ella hvør kommuna sær. Joen Magnus Rasmussen úr Fólkaflokkinum ivast í, um leisturin er tann rætti. Annika Olsen, landsstýriskvinna, skilir væl ivaspurningarnar, men eingin ivi skal vera um býtið, tá økið verður lagt út til kommunurnar, sigur hon. Mynd Joen Magnus Rasmussen úr Fólkaflokkinum er millum teirra, sum ivast í leistinum hjá landsstýriskvinnuni at leggja eldraøkið til kommunurnar Ensemblið, Figura, hevur tikið stig til operaina, Alverden God Nat.Tónasmiðurin í FIGURA, Peter Bruun er hann, sum hevur skrivað tónleikin. Rithøvundurin Ursula Andkjær Olsen hevur skrivað tekstin. Jens Munk var danskur rannsóknarfari, sum danski kongurin Christian IV, sendi á ferð, eitt nú fyri at finna útnyrringsfarðleiðina. Munk gjørdi tríggjar royndir, sum allar miseydnaðust. Fyri hetta setii kongur hann í fongsul. Jens Munk skrivaði dagbók, og tað er á hesa dagbók, operain er skrivað. Góðan Morgun Føroyar hevur tosað við Dánial Hoydal, sum hevur sungið við Mpiri, síðan kórið varð sett á stovn fyri 15 árum síðan. Hoyr samrøðuna her Eigarin av fyritøkuni Vælvera Fitness, Rune Petersen, hevur nú stevnt BankNordik fyri ikki at hava havt nóg góða trygd á netbankanum, tá 500.000 krónur vórðu stolnar av kontuni hjá fyritøku hansara í fjør. Tað var í mai í fjør, at teldusníkar lensaðu kontuna hjá venjingarmiðstøðini, meðan Rune Petersen var á netbankanum. Stuldurin varð meldaður til løgregluna, sum kannaði málið, men nú vil Rune Petersen hava rættin at staðfesta, at BankNordik hevur ábyrgd av, at hansara fyritøka hevur mist pening vegna vantandi trygd. Við Vágaportalin sigur Rune Petersen, at hann undrast á, at bankin ikki vil viðurkenna síni egnu mistøk, eftirsum bankin beint eftir tjóvaríið herdi um netbankatrygdina og setti fleiri trygartiltøk í verk. BankNordik vil ikki gera nakrar viðmerkingar til ítøkiliga málið, men John Rajani, stjóri, sigur tó við Vágaportalin, at bankin heldur, at tað er í fínasta lagi, at Rune Petersen nú fer í rættin fyri at fáa eina avkláring. Á venjingarmiðstøðini sæst greitt, at fleiri venja í januar enn í desember. Tó er ein stórur partur av hesum, sum gevst fáar vikur seinni. Vinnulívið hevur stóran týdning fyri alt samfelagið, og tí er tørvur á miðlum, sum viðgera vinnuna, sigur Eirikur Lidenskov, fyritaks og ábyrgdarblaðstjóri í Miðlahúsinum. Skal meiri lønsemi fáast í landbúnaðin, má hann skipast betur, halda fleiri bóndur. Hoyr kjakið millum Jóannes Johannesen, bónda á Sandi, Símun Gullaksen, bónda í Hattarvík og Gunnar Bjarnason, landbúnaðarráðgeva í Búnaðargrunninum. Tað kostar Vodafone nógvar pengar, at Shefa kaðalin liggur lamin í heilum. Vit noyðast at keypa eyka kapasitet á Farice, tí Shefa er so ótryggur, sigur stjórin í Vodafone, Gudny Langgaard. Stjórin í Shefa lovar at fáa kaðalin í rættlag aftur. Tíðin er farin frá verandi kommunulæknaskipan. Sjey kommunulæknastørv hava hesa seinastu tíðina verið leys at søkja, men ongin lækni er settur. Áhugin fyri at starvast sum kommunulækni uttanfyri Havnina er lítil. Jóna Hansen, lækni, og John Dalsenni Olsen, fulltrúi í Heilsutrygd, sum umsitur kommunlæknaskipanina, umrøða loysnir á kommunulæknatrotinum. Fólkaheilsuráðið hevur kannað útvið 1300 fólk fyri sukursjúku og roykjaralungu. Men bert fáir tilburðir vórðu staðfestur av hesum sjúkunum. Fólk, sum eru sjúk ella í vandabólkinum, halda seg ofta burtur frá slíkum kanningum, staðfestir Pál Veihe, formaður í Fólkaheilsuráðnum. Støðan í Turkalandi hevur verið spent seinastu tíðina, tí ein stór muturgøla er komin undan kavi. Tríggir av ráðharrunum hjá stjórnarleiðaranum, Erdogan, eru koyrdir til hús, og fleiri tinglimir í flokkinum hjá honum eru rýmdir. Føroyingarnir, Silas Olofsson og Poul Nolsøe Laksafoss, sum búgva í Turkalandi, greiða frá støðuni. Sostatt verður fyrsta altjóða sýningin av filminum á hesi stóri filmsstevnuni, har hann skal kappast um tvær ymiskar virðislønir, umframt at Sakaris Stórá, leikstjóri, eisini er boðin til Berlin at greiða frá verki sínum. Filmsstevnan í Berlin verður roknað millum tær týdningarmiklu í filmshøpi, ájavnt við stevnuna í Cannes. Í fjør vóru 124 lond umboðað á stevnuni, og meiri enn 300.000 atgongumerki seld. Filmurin VETRARMORGUN snýr seg um ungu gentuna Mariu, ið Armgarð G. Mortensen spælir. Hon er á einum vegamóti. Alt er í broyting, hon ivast í sínum kynsliga samleika, og slaturin er farin at ganga um hana í bygdini. Filmurin er ein ungdómssøga um kærleika, vinarlag og samleika. Fyritíðarpensjónistar í Føroyum hava ikki somu treytir, sum borgarar í Norðurlondum annars hava, tá flutt verður millum lond. Tí norðurlendski sáttmálin um sosiala trygd frá 2003 er ikki galdandi millum Danmark, Føroyar og Grønland. Sambært sáttmálanum hava fyritíðarpensjónistar, sum flyta úr einum Norðurlandi til annað Norðurland, ella til eitt land í ES, rætt til at fáa ta pensjón, tey fingu í landinum, tey flyta úr. Men hetta er ikki galdandi í ríkisfelagsskapinum, tí har er ein donsk lóg frá 1995 oman fyri norðurlendska sáttmálan. Í 1995 var ikki tann stóri munurin á fyritíðarpensjónunum í Føroyum og Danmark, so pensjónistar, sum fluttu millum londini, vóru ikki fyri nevniverdum inntøkumissi, sambært Almannamálaráðnum. Men síðani eru grundleggjandi broytingar gjørdar í Danmark. Har er nú bara eitt fyritíðarpensjónsstig, í Føroyum eru framvegis trý stig. Tí krevst serstøk málsviðgerð hvørja ferð, fyritíðarpensjónistur flytur úr Føroyum til Danmarkar ella hin vegin, fyri at finna, hvussu nógv pensjón skal latast. Fyritíðarpensjónistar í Danmark og Føroyum hava ikki somu rættindi, tá flutt verður í ríkisfelagsskapinum, sum fyritíðarpensjónistar, sum flyta millum hini Norðurlondini, til dømis úr Føroyum til Noregs. Eisini eru krøvini fyri at fáa pensjón fyri ávísar bólkar herd munandi í Danmark. Til dømis verður bara í heilt fáum undantøkum latin fólki yngri enn 40 ár fyritíðarpensjón. Almannafyrisitingin í donskum kommunum og Almannaverkið í Føroyum taka avgerðir í fyritíðarpensjónsmálum eftir almannalóggávuni í londunum báðum. Spurningurin er so, um ein donsk almannafyrisiting viðurkennir, at ein 35 ára gamal føroyskur fyritíðarpensjónistur, sum flytur úr Føroyum til Danmarkar, hevur rætt til danska fyritíðarpensjón. Landsstýriskvinnan í almannamálum sigur seg vera sinnaða at tosa við danska ráðharran í almannamálum um eina avtalu millum Føroyar og Danmark um rættindini hjá fyritíðarpensjónistum. Hóast kommunurnar ikki skulu taka við eldraøkinum fyrr enn 1.januar 2015, hevur málið skund, tí fyri 1.mai skulu tær hava boðað Almannamálaráðnum frá, hvussu tær fara at skipa samstarvið um tey gomlu. Chek in skrivar, at flogfelagið sigur Norðurlond at vera sín heimamarknað, og tí hevði verið nátúrligt eisini at knýtt Føroyar upp í rutukervið. Air France KLM flýgur frammundan til floghavnir í Danmark, Noregi og Svøríki. Eg skilji ikki, hví sáttmálin ímillum Pedagogfelagið og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið ikki er undirskrivaður. Í gjár hevði Pedagogfelagið fund við yvir 100 álitisfólk, og tey vildu hava at vita, hví sáttmálin ikki er undirskrivaður, segði Maud Vang Hansen, forkvinna við útvarpið í gjár. Pedagogfelagið hevur biðið um fund við lønardeildina, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og við Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum. Fundurin verður ikki fyrr enn í næstu viku, tí hesa vikuna hava vit úr at gera við øðrum, sigur Snorri Fjallsbak, stjóri á lønardeildini. Tá vit hittust tann 3. desember, hildu vit eisini, at vit skuldu skriva undir nýggjan sáttmála. Men tá umboðini fyri Pedagogfelagið komu at skriva undir, hugdu tey at tí eina punktinum, og hildu so á dyr. Síðani hava vit ikki tosað saman, og eg bíði spentur eftir at fáa at vita, hvør trupulleikin er. Tað vænti eg at fáa at vita tá fundur verður í næstu viku, sigur Snorri Fjallsbak. Jørgen Niclansen, formaður í Fólkaflokkinum, hevur biðið ein advokat kanna, um Kringvarpið og Portal.fo kunnu stevnast fyri ærumeiðing ella kærast til Fjølmiðlakærunevndina ella um onnur stig skula takast móti fjølmiðlunum báðum. Og málið er tollurin, sum partafelagið N. Niclasen í Sørvági ikki rindaði fyri vørur, sum fyritøkan seldi síðst í fýrsununum og fyrst í hálvfemsunum. Jørgen Niclasen var stjóri í familjufyritøkuni P f N. Niclasen. Í tíðindaskrivi frá Fólkaflokkinum í gjárkvøldið sigur Jørgen Niclasen, at tíðindini, sum Portal.fo og Kringvarpið hava borið um lut hansara í tollmálinum síðani 19.desember í fjør, eru ósonn. Tíðindaflutningurin í Krigvarpi Føroya er grovt ærumeiðandi og í stríði við galdandi reglur um góðan fjølmiðlasið, verður staðfest í tíðindaskrivinum. Toll og skattstovan meldaði upprunaliga málið um vantandi tollin til løgregluna í juli 1993. Løgreglan kannaði málið og avhoyrdi starvsfólk hjá toll og skattamyndugleikunum. Í februar 1994 varð málið latið føroysku myndugleikunum aftur, tí fútin var í iva um nakar kundi revsast eftir tolllógini. Fútin bað Toll og skattstovuna um viðmerkingar til løgfrøðiligu metingarnar hjá løgregluni. Tær viðmerkingarnar komu ongantíð, og tí slepti fútin málinum í mars 1994. Statoil skal brúka so nógva olju, tá felagið fer at leita eftir olju við Føroyar í ár, at føroysku oljufeløgini megna ikki hvørt sær at lata so nógva olju. Avtalan millum Effo og Magn er ikki brot á kappingarlógina, siga kappingarmyndugleikarnir. Statoil hevur biðið um tilboð upp á gassolju frá føroysku oljufeløgunum. Men talan er um serligt slag av gassolju, sum skal goymast fyri seg. Føroysku feløgini hava avgjørt at lata felags boð. Feløgini halda seg ikki kunna lata so nógva olju, sum Statoil skal brúka, uttan at seta veitingartrygdina hjá øðrum viðskiftafólkum í vanda. Statoil skal brúka 10.000 til 12.000 rúmmetrar av serligu gassoljuni í tveir til tríggjar mánaðir. Og tangarnir í Søldarfirði, har sum útgerðarhavnin er, taka 6.000 rúmmetrar. Oljufeløgini ætla at brúka ein tanga, sum tekur 2.300 rúmmetrar til gassoljuna, sum Statoil skal brúka, og kanska ein, sum tekur 1.800 rúmmetrar, at hava til at taka. Tað var greitt eftir fundin í gjár millum grønlendsku landsstýrisforkvinnuna, Alequ Hammond, og danska forsætisráðharran, Helle Thorning Schmidt. Tað er greitt, at uran er eitt serligt ráevni, og tí er neyðugt við eini samstarvsavtalu millum londini, sigur Helle Thorning Schmidt. Hon leggur samstundis dent á, at spurningurin kemur undir verju , uttanríkis og trygdarpolitikkin, sum Danmark hevur ábyrgdina av. Í oktober í fjør bað grønlendska landsstýrið danska advokatfelagið Lett greina málið um uranið, og niðurstøðan var, at Grønland einsamalt kann gera av, hvussu farast skal fram, so leingi sum uranið skal nýtast til friðarlig endamál. Forkvinnan í Trivnaðarnevndini vil hava vissu fyri, at nóg nógvir pengar eru við, tá eldraøkið verður flutt frá landinum til kommunurnar. Og tað er umráðandi hjá Trivnaðarnevndini, sum nú fer undir at viðgera lógaruppskotini um eldraøkið, at greiða er fingin á tí spurninginum, áðrenn nevndin skrivar álit um málið, sigur Rósa Samuelsen, forkvinna í nevndini. Hon sigur seg hava fingið lyfti í tingsalinum frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum um, at kommunurnar fáa teir pengar, sum eldraøkið veruliga kostar Trivnaðarnevndin fer mánadagin at avgera, hvønn nevndin skal tosa við um uppskotini hjá Almannamálaráðnum um eldraøkið, sum vóru til fyrstu viðgerðar í tinginum týsdagin. Tað er niðurstøðan av fundinum, hóast eitt samt landsting í Grønlandi heitir á donsku stjórnina um endurgjaldið. Málið hevur verið frammi eina tíð, eftir at tað kom fram, at danir, amerikanarar, føroyingar og eisini grønlendingar lótu fleiri túsund børn eftir seg í Grønlandi, sum ikki kendu pápan. Í 1938 kom lóg í gildi í Danmark, sum tryggjaði donskum børnum, at tey skuldu hava rætt til at kenna pápan. Tað sama var ikki galdandi í Grønlandi, tí har kom lógin ikki í gildi fyrr enn í 1963, og fyri tey, sum búgva í norður og Eysturgrønlandi, ikki fyrr enn í 1974. Fólkatingið hevur fyri kortum samtykt eina lóg, sum sigur, at tey løgfrøðiliga faðirleysu í Grønlandi skulu hava rætt til at kenna pápan. Men er pápin deyður, og búgvið eftir hann gjørt upp, so hava tey krav at arva. Tað er ikki rímiligt, sigur grønlendska landstýrisforkvinnan, Aleqa Hammond. Hvør einstakur hevur ikki skyldina av tí, sum hendi. Tað er lógin, sum er orsøkin til, at grønlendingar hava so vánalig rættindi sammett viðl aðrar borgarar í ríkinum, sigur hon. Vit hava samtykt eina lóg, sum tryggjar, at um pápin er á lívi, so ber til at finna fram til, hvør hann er, og so gerast arvingur. Men er pápin deyður, og búgvið gjørt upp, so ber ikki til at taka málið uppaftur, sigur forsætisráðharrin. Samtykta lógin er ein góður endi á málinum um faðirleysu grønlendingarnar fyri okkara viðkomandi, og málið er endaliga avgreitt, sigur Helle Thorning Schmidt. Teir spurdu, um løgmaður veit, at eitt partafelag hevur stevnt Fiskimálaráðnum, tá tað, sambært felagnum, seinastu árini ólógliga hevur umsitið lógina um vinnuligan fiskiskap, tá makrelur og sild eru býtt millum skipini. Partafelagið Lírabergi og manningin á útróðrarbátinum Lírabergi stevndu Fiskimálaráðnum, tí eitt samtak hjá útróðrarbátum ikki fekk lut í makrelkvotuni í 2012. Fiskimálaráðið krevur frídøming, tí tað heldur upp á, at avgerðin var lóglig. Enn er óvist, nær rætturin fer at dómsviðgera málið. Løgmaður heldur, at Fiskimálaráðið saktans kann avgera, hvør sleppur at fiska sild og makrel í ár uttan at bíða eftir dóminum. Fiskiskapurin eftir makreli og norðhavssild kann ikki steðgast, tí Fiskimálaráðið er stevnt, Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, í svari sínum til andtøðuna. Við Sosialin sigur Uni Danielsen, stjóri í tunnilsfeløgunum, at lánini í Vágatunnilin og Norðoyartunnilin eru skjótt afturgoldin fyrr enn ætlað. Men stjórin í tunnilsfeløgunum ger greitt, at hetta merkir ikki, at tað verður ókeypis at koyra í tunlunum. Ábøtur og røkt av tunlunum kostar millum 12 og 16 milliónir krónur árliga, og tí er neyðugt við einum bummgjaldi. Og so liggur tað politiskt eisini í kortunum, at peningurin, sum landið setti í tunlgarnar, skal verða afturgoldin, áðrenn tað verður ókeypis at koyra. Talan er um góðar 400 milliónur krónur. Landið hevur gjørt eina politiskta, moralska avtalu við brúkararnar, at tá lánini til vórðu útgoldin, skuldi tað verða ókeypis at koyra. Ta avtaluna ætlar Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sær at halda. Men í lógini um undirsjóvartunlarnar stendur, at lántøka og íløgan hjá landsstýrinum skulu vera afturgoldin. Hetta vísti Kaj Leo Holm Jo hannesen, løgmaður, eisini á, í svarið til fyrispurning frá Poul Michelsen, løgtingsmanni. Skal nakað álit vera á politisku skipanini, er neyðugt, at ákærurnar móti Jørgeni Nicalsen verða staðfestar ella afturvístar.Jørgen Niclsen má reinsa seg og taka neyðugu stigini. Tað sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, nú tað er komið fram, at fyritøkan pf. N. Niclasen, sum Jørgen Niclaen var stjóri fyri, innflutti og seldi vørur fyrst í 90 unum uttan at gjalda toll. Hann tekur undir við partamanni sínum í Fíggjarmálaráðnum, Jørgeni Niclasen, sum hevur sagt við Sosialin, at landið hevur eina polititiska og moralska skyldu við brúkaran, at tá lánini í undirsjóvartunlunum eru goldin, skal tað vera ókeypis at koyra. Jákup Mikkelsen sigur við In.fo, at innskotið hjá landinum skal avgjørt ikki rindast aftur. Tað er ein partur av gjaldinum fyri tunnilin, og hevur einki við lánið at gera, sigur hann. Formaðurin í Fólkaflokkinum á tingi sigur, at tað var ein greið politisk avtala, at landið skuldi seta pening í tunnilin, og restin skuldi fíggjast við láni. Og tá lánið er afturgoldið, skal verða ókeypis at koyra. Uni Danielsen, stjóri í Vágatunlinum og Norðoyatunlinum, hevur sagt við Sosialin, at tað verður ikki ókeypis at koyra, eftir at lánini verða afturgoldin, tí tað kostar 12 16 milliónir krónur at halda tunlarnar. Føroya Symfoniorkestur skal, saman við kóri, spæla nýggjárskonsert leygardagin. Solistar til konsertina verða Anna H depol. sum spælir accordion, og so er eisini sopransangarinnan, Ekaterina Morozova úr Santa Pætursborg. Dirigentur er aftur í ár Bernhardur Wilkinson. Hann heldur ikki, at hetta fær nakra ávirkan á gerandisdagin hjá føroyingum, tí lógin staðfestir mannagongdir, sum eru frammanundan. Tiltakið byrjar fríggjakvøldið 17 januar kl. 18 við fyrilestrum um íverksetan og innovatión, við støði í list og kreativum vinnum. Seinni um kvøldið verður brainstormað, har luttakarnir leggja fram teirra hugsanir og hugskot. Bólkar verða síðan skipaðir við ymiskum fólkum, sum intensivt arbeiða alt vikuskiftið við teirra hugskoti. Sunnudagin seinnapart, tann 19. januar, verða hugskotini løgd fram fyri einum dómara paneli, sum velur besta hugskotið. Vinnandi hugskotið fær ráðgeving úr ráðgevarabankanum hjá Vinnuframa til eitt virði áljóðandi krónur50.000, . Knút Háberg Eysturstein produserar útgávuna, Benjamin Petersen hevur ljóðblandað, og tónleikur er mastraður av Dave Collins í Los Angeles. Sami Collins hevur eisini mastrað útgávur sum The Will to Live hjá Ben Harper, Superunknown hjá Soundgarden og The Ghost of Tom Joad hjá Bruce Springsteen. Hví er bland komið í hvønnfall og hvørjumfall Havi varhugan av, at hvørjumfallið yvirtekur hvønnfallið. Hoydi herfyri onkran siga Eg eygleiddi manninum í staðin fyri at siga eg eygleiddi mannin. Gegnistrupulleikin hjá kanningarstjóranum í tunnilsmálinum veksur. Skjøl vísa nú, at Annfinn Vitalis Hansen, sum formaður fyri Samhaldsfasta, var á gáttini til at skriva undir sáttmála við Copenhagen Infrastructure Partners um fígging av Skálafjarðatunlinum. Oman á tað, at kanningarstjórin í tunnilsmálinum, sum sambært lóg skal vera óheftur, hevur mett um málið alment áður, og umframt tað, at hann í august var á fundi í Fíggjarmálaráðnum um møguliga at seta pengar úr Samhaldsfasta í nýggja tunnilsætlan so var Annfinn Vitalis Hansen sum formaður í Samhaldsfasta á gáttini til at skriva undir eina avtalu við Copenhagen Infrastructure Partners um fígging av Skálafjarðatunlinum seint í juni mánaði í fjør. Skjøl, sum útvarpið hevur fingið innlit í, vísa, at Samhaldsfasti við Annfinni Vitalis Hansen var í beinleiðis tingingum við Copenhagen Infrastructure Partners í mai og juni í fjør, og at partarnir skrivaðu undir trúnaðarsáttmála um tunnilsviðurskiftini, sum CIP og Samhaldsfasti umrøddu. Skjølini vísa eisini, at ætlanin var, at Samhaldsfasti skuldi skriva undir sáttmálan við CIP tann 26. juni, tá ætlanin var at hava tunnilshátíðarhald í Eysturoynni. Tá Lív, sum eisini var partur av tunnilsætlanini, tann 30. mai bjóðar Samhaldsfasta á kunnandi fund um, hvussu ein ítøkiligur fíggingarleistur kann síggja út, svarar Samhaldsfasti, at tey í fyrstu atløgu ikki taka av, tí Samhaldsfasti sitat er í beinleiðis samskfti við CIP. Tað vísir innlitið, sum útvarpið hevur fingið, eisini, hóast okkum enn vanta fleiri skjøl, av tí at Annfinn Vitalis Hansen vegna Samhaldsfasta hevur skrivað undir trúnaðaravtalu við Copenhagen Infrastructure Partners, sum ger, at skjølini ikki kunnu almannakunngerast uttan víðari. Samskiftið byrjar sambært skjølunum tann 3. mai, við at skrivarin hjá Samhaldsfasta eftir ein fund millum partarnar sendir Rúna Bro Róin í CIP teldupostadressur og telefonnummar hjá sær og Annfinni Vitalis Hansen í sambandi við, at CIP skal senda teimum upplýsingar um tunnilsverkætlanina. Kære Malan og Anfinn Tak for en god drøftelse forleden. Henrik advokaturin, red. vil forberede oplæg til fortrolighedsaftale, som kan fremsendes til jer m ske allerede mandag. S snart den er p plads, kan jeg fremsende lidt materiale om projektet, investeringsmuligheden samt rammerne for koncessionsaftalen. Mange hilsner Rune. Henrik Rossing Lønberg, sum er advokaturin hjá CIP, sendir longu dagin eftir Annfinni Vitalis Hansen og skrivara hansara í Samhaldsfasta uppskot til eina trúnaðaravtalu. 14. mai svarar hon CIP advokatinum Tað er við teirri treyt, at trúnaðaravtalan kemur undir bæði fyrisitingarlóg og lógina um alment innlit. Sama dag, 14 mai, sendir skrivarin aftur teldupost til CIP og advokat teirra, umframt at Annfinn Vitalis Hansen er við á cc. Her verður nevnt, at partarnir hava havt fund ude i Tinganes , og hesin telduposturin snýr seg um at avtala nýggjan fund millum partarnar, tá CIP aftur er í Føroyum. Tað merkir, at Annfinn Vitalis Hansen eisini hevur verið í tingingum við landsstýrið um at broyta reglurnar fyri Samhaldsfasta í mai mánaði, so hann kundi seta pening í tunnilsverkærtlanina hjá CIP. Tað er júst leikluturin hjá løgmanni og fyrrverandi landsstýrismanninum, Kára P. Højgaard í tunnilsverkætlanini hjá hesum sama CIP, sum Annfinn Vitalis Hansen nú situr og kannar fyri Føroya Løgting. 17. mai er aftur bræv frá advokatinum hjá CIP. 3. juni hevur stýrið í Samhaldfasta havt fund um tunnilsfíggingina og niðurstøðan er, sum tað verður skrivað í brævi til CIP. Eina viku seinni stendur, at Annfinn hevur loddað dýpið hjá politisku skipanini um eina møguliga broyting í íløguheimildini. Signalið er jaligt, og vit fara nú at senda fíggjarmálaráðnum umsókn um at bropyta heimildina . Sama dag skrivar Rúni Róin frá CIP. Men 25 juni. tveir dagar áðrenn undirskrivast skuldi, verður trýst á stoppknøttin og skrivarin hjá Vitalis Hansen skrivar til CIP. Nú mál oman á mál koma fram um, at Annfinn Vitalis Hansen hevur verið partur av tunnilsmálinum, sum hann nú situr og kannar fyri løgtingið, er álitið á kanningina fokið. Forkvinnan í landsstýrismálanevndini, Sirið Stenberg úr Tjóðveldi, hevur skrivað bræv til bæði formansskapin í løgtinginum og løgtingsskrivstovuna og heitt á tey um at endurskoða valið av kanningarstjóra. Annfinn V. Hansen, sum er settur at kanna handfaringina av tunnilsmálinum, var sum formaður í Samhaldsfasta Eftirlønargrunninum í tøttum samskifti við Copenhagen Infrastructure Partners um Skálafjarðartunnilin. So seint sum í juni í fjør var hann á gáttini at skriva undir avtalu við CIP um at fíggja tunnilin. Sambært innliti, sum útvarpið hevur fingið, byrjaði samskifti tíðliga í mai. Danmark bað í gjár heimshandilsfelagsskapin, WTO, um at seta gerðarrættin, sum skal viðgera handilsstongsulin hjá ES móti Føroyum. Hoyr samrøðu við Bjørn Kunoy, løgfrøðiliga ráðgeva hjá Uttanríkistænastuni á Løgmansskrivstovuni og leiðara í føroysku donsku sendinevndini, sum førir málið móti ES í WTO, í útvarpstíðindunum. Skattainntøkan hjá landskassanum var ein milliard og 250 milliónir krónur, og tað eru 25 milliónir fleiri enn í 2012. Inntøkurnar frá eftirlønarskatti vóru slakar 235 milliónir kr, og kirkjuskatturin vaks 1,2 milliónir krónur Meðal kommunuskattaprosentið fyri 2013 var 21,15 samanborið við 21,34 í 2012. Tá hugsað verður um, at kommunuskattaprosentið er lækkað 0,19 , eru hækkingarnar í landsskattinum og kommunuskattinum á leið tær somu í 2013 samanborið við árið fyri, sigur Taks. Nú grønlendski landsstýrismaðurin í fíggjar og innlendismálum, Vittus Qujaukitsoq, var á vitjan í Føroyum, umrøddu hann og Annika Olsen, landsstýriskvinna, millum annað kommunumál. Í Grønlandi eru fýra kommunur, og avbjóðingar eru millum annað at tryggja eins tænastur í smærru bygdunum, sum í størru býunum. Tí er ætlanin at áseta reglur um minstamark fyri tænastustiginum í kommununum í Grønlandi, greiddi landsstýrismaðurin frá. Annika Olsen sigur í tíðindaskrivi, at ætlanitnar í Grønlandi minna nógv um ætlanirnar við nýggju tænastulógini, sum er til viðgerðar í løgtinginum, nú ætlanin er at leggja eldrarøktina út til kommunurnar at umsita. Í Grønlandi umsita kommunurnar ein triðing av øllum almennum uppgávum, og arbeitt verður við at leggja fleiri uppgávur til kommunurnar, segði grønlendski landsstýrismaðurin. Annika Olsen greiddi frá, at hóast vit í Føroyum hava eins stórar trupulleikar, so samtykti løgtingið herfyri lógina um arbeiðsfremjandi tiltøk, har eitt av høvuðsendamálunum er at tryggja, at fólk verða verandi uttan fyri arbeiðsmarknaðin. At tey ungu ikki støðast, ger seg galdandi bæði í Grønlandi og í Føroyum, og í báðum londunum verður arbeitt við at basa teimum avbjóðingunum. So bersøgin er Rúni V. Poulsen, stjóri í Smyril Line, nú tað er komið fram, at Smyril Line átti besta boðið upp á tollfríusøluna á flogvøllinum, ið Vága floghavn í fjør bjóðaði út. Men sambært stjóranum í Smyril Line, fór Vága floghavn aftur um bakið á teimum til undirveitaran hjá Smyril Line, norska Heinemann, áðrenn Vága floghavn strikaði útbjóðingina, og sjálv átók sær tollfríusøluna. Í sendingini verður eisini avdúka, at Norðurlandahúsið, Kringvarp Føroya og Miðlahúsið skipa í felag fyri stórfingnum tiltaki, Føroysku tónlistavirðislønirnar ella Faroese Music Awards. Nógvir føroyingar hava okkurt tilknýti til Landssjúkrahúsið. Vit fara hagar við smáum snuddum og tá løstirnir eru stórir. Í dokumentarrøðini fylgja vit nøkrum starvsfólkum á Landssjúkrahúsinum í teirra arbeiðsdegi. Í triðju sending eru vit millum annað á hjartadeildini B8, á skaðastovuni og á skurðdeildini. Lagt til rættis Ivan Hentze Niclasen og Bjarni Árting Rubeksen. Tað sigur ein av teimum fýra andstøðuformonnunum. Teir krevja allir, at Jørgen Niclasen reinsar seg fyri skuldsetingarnar um tollsvik. Í dag hoyra vit tvær søgur, sum Oskar Hermansson skrivaði. Hin fyrra er Friður og náðir og hin seinna er Knappurin. Páll Danielsen sigur frá. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, vil hava annan kanningarstjóra at kanna handfaringina av málinum um Skálafjarðatunnilin. Ein kanning, ið eisini hevur til endamáls at kanna løgmann sjálvan. Av tí at áhaldandi ivi verður sáddur um leiklutin hjá kanningarstjóranum í hesum málinum, er tað best fyri trúvirðið í okkara politisku skipan, at ein nýggjur kanningarstjóri verður funnin. Hetta er mín persónliga sannføring, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, við Norðlýsið. Í gjár avdúkaði Kringvarpið, at Annfinn Vitalis Hansen, advokatur, sum er settur at kanna handfaringina av málinum um Skálafjarðatunnilin, hevur, sum formaður fyri Samhaldsfasta Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnurin, verið í tøttum samskifti við Copenhgen Infrstructures Partners um at fíggja tunnilin. Stjórin á øgtingsskrivstovuni, Súsanna Danielsen, viðgekk fyri Kringvarpinum í gjár, at hon hevði ikki skotið Annfinn Vitalis Hansen upp sum kanningarstjóra, um hon visti, at hann sum formaður fyri Samhaldsfasta var á gáttini til at skriva undir sáttmála við CIP um at fíggja Skálafjarðartunnilin. Og ein samd landsstýrismálanevnd tekur nú frástøðu frá kanningarstjóranum, sum tingformaðurin hevur sett, tí allur ivin um hansara gegni ger, at álitið á kanningin er fokin, áðrenn hon er gjørd. Jørgen Niclansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, kærir nú Kringvarpið og Portal.fo til Fjølmiðlanevndina fyri at bróta góðan fjølmiðlasið í viðgerðini av tollmálinum. Skuldsetingarnar eru so mikið grovar og ógvusligar, at eg kenni meg noyddan at kæra bæði Kringvarpið og Portal.fo til Fjølmiðlanevndina, sigur Jørgen Niclasen, og vísir til, at hann skal hava selt ótollaðar vørur í familjuhyritøkuni N. Niclasen fyrst í nítiárunum. Einki ólógligt Jørgen Niclasen tvíheldur um, at hann einki ólógligt hevur gjørt í tollmálinum. Tú kanst siga, at eg eri so heppin , at málið varð meldað, og fútin staðfesti seinni, at her var einki at koma eftir. Hvat meira skal eg gera, spyr Jørgen Niclasen í fartelefonini úr Turkalandi, har hann er staddur í ørindum fyri Fólkaflokkin. Tá Janus Rein fór í Fólkaflokkin 12.september í fjør, frættist, at hann skuldi fáa annan sessin hjá Fólkaflokkinum í Fíggjarnevndini. Men fólkafloksmenninir í Fíggjarnevndini eita framvegis Jákup Mikkelsen og Rodmundur Nielsen. Útvarpið skilir, at Jákup Mikkelsen skuldi fara úr Fíggjarnevndini, so Janus Rein kundi fáa hansara sess har. Men tað vilja hvørki Janus Rein ella Jákup Mikkelsen vátta. Janus Rein er í Vinnunevndini, og Jákup Mikkelsen fer í Vinnunevndina, tá Janus Rein fer í Fíggjarnevndina. Eingin hevur enn biðið formansskapin í løgtinginum seta nevndarval á dagsskránna. Sum skilst verður bíðað eftir, at Gerhard Lognberg ger av, hvønn flokk, hann fer í, so allar broytingarnar í nevndunum kunnu avgreiðast um eina leið. Tað ljóðar, at Gerhard Lognberg hevur hug á Sambandsflokkinum. Men hvørki formaðurin, Kaj Leo Holm Johannesen, ella Alfred Olsen, formaður í tingbólkinum hjá Sambandsflokkinum, hava nakra viðmerking um tað. Sáttmálin um flúgving, sum Atlantic Airways hevur gjørt við Statoil, fer at geva flogfelagnum millum 26 og 41 milliónir krónur í inntøkum. Atlantic Airways kunngjørdi í gjár í keypsskálunum í Keypmannahavn og Reykjavík, at felagið vann kappingina um flúgvingina, nú Statoil fer at leita eftir olju við Føroyar í ár. Atlantic Airways skal flúgva millum Vágar og oljupallin við tyrlu, sum verður langtíðarleigað til endamálið. Tað verður ein AW139 tyrla, sum tekur 15 ferðafólk. Tað er stutta, men greiða svarið frá Súsonnu Danielsen, stjóra á Løgtingsskrivstovuni, tá hon verður spurd, um hon hevði skotið Annfinn Vitalis Hansen upp sum kanningarstjóra, um hon visti, at hann var í holt við at skriva undir sáttmála við CIP í juni í fjør. Súsanna Danielsen hevur fyrr sagt, at hon heldur tað ikki vera sín uppgávu at kanna, um Annfinn Vitalis Hansen var gegnigur til uppgávuna. Annfinn Vitalis Hansen skuldi sjálvur leggja kortini á borðið, hevur hon sagt. Annars hevur stjórin á Løgtingsskrivstovuni ongar viðmerkingar. Útvarpið spurdi, nær vit kundu ringja aftur, men hann svaraði, at tað visti hann ikki. Hann fekk ikki tosað júst tá, og legði hornið á. Eftir fleiri sms boð og uppringingar, svaraði Annfinn Vitalis Hansen um fimm tiðina seinnapartin í gjár, at hann sat á fundi og fekk ikki svarað. Annfinn Vitalis Hansen hevur kortini tosað við Norðlýsið, har hann sigur, at málið við CIP eru gomul tíðindi, sum longu eru viðgjørd í miðlunum. Útvarpið ætlaði millum annað at spyrja Annfinn Vitalis Hansen, nær hetta málið er viðgjørt í fjølmiðlunum, tí tað var ikki fyrr enn í fyrrakvøldið, at útvarpið loksins fekk innlit í part av hesum máli, sum Annfinn Vitalis Hansen annars hevur skrivað trúnaðaravtalu við Copenhagen Infrastructure Partners um. Øll landsstýrismálanevndin, sum bað um kanningina av handfaringini av málinum um Skálfjarðartunnilin, ivast í kanningini, nú kanningarstjórin hevur so stórar gegnistrupulleikar. Erlendur Simonsen er formaður í Nólsoyar Dansifelag. Hann hevur sett saman gomul kvæðaløg og samrøður. Maria Eide, Sigmund Danielsen, Seyðamaðurin, og Martin Tórgarð hugleiða um dans og siðir. Brot eru úr kvæðum við serliga kvøðingarlagnum í Nólsoy. Brot eru úr De røvere tolv, Syngesmeden, Fuglakvæðnum, Runsivalsstríðnum, Sigmundskvæðnum yngra við fleiri løgum, Dronning Dagmar, Kom alle vakre venner, Brúsajøkili, Jeftuvísu, Ved Kristianssand, Det var i januar m ned, Bukkutáttinum, Og tað var 99 og Havbor kone og Sivord konge. Millum brotini hoyra vit ljóð frá róðri. Tey eru frá róðri í 1983, tá Nólsoyingar vann FM heitið BankNordik boðar í morgun frá, at sambært fyribils meting, verður úrslitið millum 85 100 milliónir krónur í 2013 fyri virðisjavnan og skatt. Fyrr væntaði bankin, at úrslitið gjørdist millum 130 160 milliónir krónur. Í 2012 var úrslitið 102 milliónir krónur Niðurskrivingarnar upp á útlán verða væntandi 145 150 milliónir krónur í 2013. Tær vóru 115 milliónir krónur í 2012. Niðurskrivingarnar stava í høvuðsheitum frá privatkundum og smærri vinnukundum, sigur bankin. Grønlendski politikarin, Hans Enoksen, sum herfyri fór burtur úr flokkinum Siumut, er farin undir at savna undirskriftir til ein nýggjan flokk í Grønlandi. Neyðugt er við 964 undirskriftum, fyri at flokkurin kann gerast veruleiki. Sermitsiaq skrivar, at nýggi flokkurin skal eita Partii Naleraq, sum merkir Ý ti. Hans Enoksen, sum eisini hevur verið landsstýrisformaður í Grønlandi, sigur við blaðið, at hann vónar, at tað fer at bera til at savna undirskriftirnar eftir tveimum mánaðum, og so verður stovnandi aðalfundur í vár. Nýggi flokkurin fer at leggja dent á fiskivinnu, veiðu annars, landbúnað og viðurskiftini á smáu plássunum, tá talan er um almannaviðurskifti. Hans Enosken sigur seg vera bjartskygdan, og hann væntar at fáa neyðugu undirskriftirnar, so nýggi flopkkurin kann stovnast. Ein av orsøkunum, til at kvinnur ikki trívast so væl í Føroyum, er, at barnaansingin ikki er opin, meðan eg eri til arbeiðis. Tað sigur Rakul Pálsdóttir Vang, sum fegin vildi arbeitt, men sum ikki fær, soleiðis sum arbeiðsmarknaðurin er samansettur í løtuni Fólkatalið næstu 40 árini fer at minka við umleið 3.000, vísir ein framrokning, sum Hagstova Føroya hevur gjørt. Hetta er ein framrokning, sum byggir á ta gongdina í fólkatalinum, sum er staðfest frá 1985 til 2011, við burðartølum, deyðstølum og flyting til og úr Føroyum. Hóast bæði kvinnur og menn flyta av landinum verður nógv tosað um allar kvinnurnar, sum flyta úr Føroyum og ikki koma aftur. Men hví flyta so nógvar av landinum og hví koma tær ikki aftur Tað er ein av broytingunum, sum avlurtingarpakkin leggur upp til, nú tað ætlandi verður álagt telefyritøkunum at hava telelogging, sigur Turið Debes Hentze, advokatur. Nýggja partafelagið í Fuglafirði, Enni, teknar partapening í nakrar dagar afturat fyri at koma upp í seks milliónir krónur, sum felagið hevur sett sær fyri at fáa. P f Enni varð stovnað í gjár. Fakfeløg og virki í Fuglafirði stovnaðu felagið, sum saman við Havsbrún, Framherja og møguliga eisini Christiani í Grótinum í Klaksvík skal stovna felag at byggja og reka uppsjóvarvirki í Fugalfirði. Á stovnandi aðalfundinum í gjár vórðu fimm menn valdir í nevndini hjá P f Enni. Teir eru Óli Johannesen, formaður í Arbeiðsmannafelagnum, Jóhan Hansen, formaður í Handverkarafelagnum, Ólavur Asafsson Olsen, stjóri í KJ Hydraulikki, Gordon Martin Midjord, stjóri í Sandgrevstri, og Sigurð S. Simonsen, sum tók stig til at stovna felagið. P f Enni ætlar at eiga tíggju prosent í felagnum, sum skal byggja uppsjóvarvirkið. Felagið skal hava 60 milliónir krónur í partapeningi. Smyril Line hevur kært Vága floghavn til Vinnumálaráðið fyri vánaliga handilssið, í sambandi við útbjóðingina av tollfríu søluni á flogvøllinum. Kæran ger, at Johan Dahl, landsstýrimaður í vinnumálum, fær ikki gjørt viðmerkingar til hørðu ákærurnar frá stjóranum í Smyril Line móti Vága floghavn, ið er eitt alment partafelag, hann varðar av. Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, sigur tó, at tað er óheppið, at eitt alment partafelag verður lagt undir vánaliga handilssið. Tað var í gjár, at Rúni Vang Poulsen, stjóri í Smyril Line, gav ilt av sær, tí hann og Smyril Line kenna seg drigin upp á tráð av Vága floghavn í sambandi við útbjóðingina av tollfríusøluni á flogvøllinum. Smyril Line átti besta boðið, tá freistin at bjóða upp á tollfríusøluna var úti í fjør summar. Smyril Line bjóðaði sær at gjalda Vága floghavn í minsta lagi 10 milliónir krónur um árið næstu fimm árini, fyri at sleppa inn í nýggju farstøðina á flogvøllinum at reka tollfríu søluna. Hetta er væl hægri enn tær átta milliónirnar, ið Vága floghavn higartil hevur fingið frá Atlantic Airways fyri, at Atlantic er sloppið at reka søluna. Men gekk sølan væl, kundi gjaldið frá Smyril Line til Vága floghavn verða heilt upp í 14 milliónir krónur. Tá sáttmálin millum partarnar varð klárur at skriva undir, hálsaði Vága floghavn brádliga um og strikaði útbjóðingina, tí Vága floghavn ætlar sjálv at reka tollfríu søluna á flogvøllinum við vørum frá sama undirveitara, sum var í tilboðnum hjá Smyril Line, týska felagnum Heinemann. Hava føroyingar ávísa óvanar, sum aðrar mentanir ikki hava Tað leggja spurningarnir frá lurtarunum til Also hesaferð upp til. Ein lurtari vil vera við, at føroyingar hava trupult við at halda tagnarskyldu, og ein annar spyr, um føroyingar hava eina serliga lænimentan, har fólk gera sær dælt av góðlyndinum hjá hvørjum øðrum. Ein maður uttan konu er ikki ein rættur maður. Viðmerkingar sum hendan, og sum onkur kanska vil kalla skemt, førdi til eitt panikkhjúnalag, sum ikki kundi halda, skrivar samkyndur maður, og spurningurin er tí hvar er markið millum áhuga og sneyt. Hoyrið, hvat Leif Láadal, Guðrun við Rættará og Bergur Debes Joensen hava at siga um hesi evnini. Stutt fyri middag fór Annfinn V. Hansen, advokatur, á fund við Jógvan á Lakjuni, løgtingsformann, og Súsonnu Danielsen, stjóra á løgtingsskrivstovuni, og lítið er at ivast í, at tað eru upplýsingarnar, sum eru komnar fram seinastu dagarnar um gegni hjá Annfinni V. Hansen sum kanningarstjóra, ið verða umrødd. Súsanna Danielsen, stjóri, segði við Kringvarpið í gjár, at hevði hon vitað av, at Annfinn V. Hansen var vavdur upp í sama mál, sum skuldi kannast, ja, so hevði hon skotið hann upp sum evni til kanningarstjóra. Eg skal ikkil eggja meg útí, hvørjar kanningarstjórar løgtingsskrivstovan vísi r á, men sum tann, ið skal kannast, havi eg rætt til at kunna líta á, at advokaturin, sum skal kanna meg er gegnigur, sigur løgmaður. Eg skal ikki blanda meg upp í, hvørjar kanningarstjórar løgtingsskrivstovan peikar á, men sum tann, ið skal kannast, havi eg rætt til at kunna líta á, at advokaturin, sum skal kanna meg er gegnigur. Tað er komið fram, at Annfinn V. Hansen, sum er settur at kanna leiklutin hjá løgmanni og fyrrverandi landsstýrismanninum, Kára P. Højgaard, sum formaður í Samhaldsfasta sjálvur var beinleiðis uppi í samráðingum við Copenhagen Infrastructure Partners um at vera við til at fíggja sama tunnil, hann nú er settur at kanna. Ein orsøk er, sigur bankin í dag, at niðurskrivingarnar upp á útlán verða væntandi 145 150 milliónir krónur í 2013. Tær vóru 115 milliónir krónur í 2012. Í brævi, sum er sent fjølmiðlunum, sigur Annfinn V. Hansen, at hann hevur boðað løgtingsformanninum frá, at hann vil ikki halda fram sum kanningarstjóri, og hevur mælt løgtingsformanninum til at loysa seg frá uppgávuni Orsøkin er kjakið um hansara leiklut í málinum. Sjálvur meti eg vera gegnigan at viðgera málið. Tó hevur rumblið, sum hevur verið um persón, gjørt, at kanningin neyvan fær nóg stórt trúvirði, skrivar Annfinn V. Hansen í fráboðanini til fjølmiðlarnar. Hann sigur í tíðindaskrivi, at hann enn heldur seg vera gegnigan at viðgera málið, men rumbið kring kanningina ger, at úrslitið fær ikki nóg stórt trúvirði. Bernharður Wilkinson byrjaði sína tónlistaleið sum kórdrongur í Westminster Abbey í London, og hevur seinastu sjey árini stjórnað Føroya Symfoniorkestri. Umsitingin hjá Tórshavnar kommunu kunnaði fíggjarnevndina hjá býráðnum mánadagin, og ætlanin var, at kanningin hjá umsitingini skuldi vera liðug í dag. Tað er hon ikki, og limirnir í fíggjarnevndini hava fingið boð um, at kanningin helst verður liðug mánadagin, og at umsitingin fer tá at kunna fíggjarnevndina um málið. Klokkan 3 16 í nátt fekk alarmsentralurin fráboðan um eina ferðsluvanlukku á Støðlagøtu á Argjum. Ein bilur við fýra ungum fólkum koyrdi eftir Traðargøta oman móti Støðlagøtu. Bilurin fór oman av vegnum við Sandágøtu frámerkt á kortinum og endaði niðri á Støðlagøtu. Ein 17 ára gomul genta, sum var í bilinum, doyði á staðnum. Tríggir ungir mans eru fluttir á Landssjúkrahúsið til kanningar. Teir tríggir hava helst ikki fingið álvarsligan skaða, verður upplýst á politistøðini í Havn. Hóast stýrisskipanarlógin ger greitt, at kanningarstjórin á ein hvønn hátt ikki skal hava verið partur av málinum, og Annfinn Vitalis Hansen hevur fyrr úttalað seg í málinum og verið í beinleiðis tingingum við CIP sum formaður í Samhaldsfasta, so metir Vitalis Hansen seg ikki hava ein gegnistrupulleika. Hann fór frá sum kanningarstjóri í gjár, tí stórur ivi er sáddur um kanningina, og úrslitið hevði verið ikki trúverdugt. Eg havi verið í sambandi við CIP, men eg skuldi kanna leiklutin hjá Kára P. Højgaard, um hann hevði heimild at gera avtalu við CIP, og eftirlitsskylduna hjá Kaj Leo Johannesen. Tað er hvør sítt mál, sigur Annfinn Vitalis Hansen. Hoyr samrøðu við Annfinn Vitalis Hansen her. Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, nú tað er komið fram, at Samhaldsfasti var í tingingum við CIP at seta pengar í tunnilsverkætlanina. Samskiftið millum Samhaldsfasta og CIP, sum Kringvarpið avdúkaði hósdagin, vísti, at Annfinn Vitalis Hansen hevur verið í tingingum við landsstýrið, serliga Fíggjarmálaráðið, um at broyta reglurnar fyri Samhaldsfasta í mai mánaða í fjør, so hann kundi seta pengar í tunnilsverkætlanina hjá CIP. Annfinn Vitalis Hansen varð koyrdur frá sum kanningarstjóri í gjár, tí ivasemið um kanningina var ov stórt, sum løgtingsformaðurin Jógvan á Lakjuni málbar seg. Sum formaður fyri Samhaldsfasta hevði Annfinn Vitalis Hansen samskifti við landsstýrið, serliga Fíggjarmálaráðið, um tunnilsverkætlanina. Í einum telduposti frá Samhaldsfasta til Rúna Bro Róin frá CIP verður eisini staðfest, at signalini frá landsstýrinum vóru positiv. Løgtingið heitti á Annfinn Vitalis Hansen um at kanna handfaringina av málinum um Eysturoyartunnilin. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, sigur seg vita, at samskiftið var millum partarnar, men ikki, hvussu tætt samskiftið var. Løgtingsskrivstovan velur kanningarstjóra Stýrisskipanarlógin ger greitt, at kanningarstjórin á ein hvønn hátt ikki skal hava verið partur av málinum. Sambært løgmanni hava embætisfólkini og avvarandi landsstýrisfólkini ikki kunna hann um, hvussu tætt samskiftið var millum Samhaldsfasta og CIP. Løgmaður sigur kortini, at tað er Løgtingsskrivstovan, sum fremst av øllum skal tryggja sær, at kanningarstjórin er gegnigur til arbeiðið. Í lógaruppskotinum verður mælt til, at tann ákærdi kann ikki sita saman við sínum verja í øðrum rúmi, øðrum húsi ella í øðrum landi og hyggja at umvegis ein telduskerm, meðan gentan sigur sína søgu og samstundis seta barninum relevantar spurningar. Eru ósamd Jógvan Elias Winther Poulsen, advokatur, heldur, at tað er ein fyrimunur at verjin og tann ákærdi kunnu koma við íkasti, tá barnið verður avhoyrt. Tað heldur Tóra Petersen, forkvinna í Sálarfrøðingafelagnum, ikki. Í oktober í fjør gav hann út bókina Poligak saman við Frederik Hjorth, sum viðger, hvat ávirkar okkum veljarar, tá vit fara á val. Asmus Leth Olsen, adjunkur í samfelagsvísindum, sigur, at veljarar gloyma, hvat hendi fyri trimum og fýra árum. Tað ger, at politikarnir eru serliga gávumildir í árinum fyri val. Men tað broytir ikki, at veljarar eru ov ókritiskir og stuttskydir, tá krossurin skal setast. Og tað er bæði mótvegis andstøðupolitikarum og samgongupolitikarum. Fjølmiðlar og onnur hava eina stóra ábyrgd at geva veljarunum eina rættvísa mynd av tí, sum er farið fram alt valskeiðið, sigur hann. Fyrrverandi ísraelski forsætisráðharrin hevði ligið uttan vit í átta ár, nú hann doyði. Hann fekk ein blóðtøpp í heilan í januar 2006, og árini síðan varð hann hildin á lívi við einum andingartóli. Hann varð innlagdur, meðan valstríð var í Ísrael. Í mars 2006 var flokkur hansara, Kadima, størstur á tjóðartingsvalinum har. Hann stovnaði flokkin í 2005 eftir innanhýsis ósemju í Likudflokkinum. Heini í Skorini, stjórnmálafrøðingur við serliga stórum áhuga í miðeystri, sigur, at Ariel Sharon fær ójavnt eftirmæli, nú hann andaðist seinnapartin. Føroya Symfoniorkestur og kór. Solistur Ekaterina Morozova, sopran. Dirigentur Bernharður Wilkinson. Hjálparvenjari til kórið Bjarni Restorff. Bjørnin Alfred og hundurin Sámuel vakna ein morgun á loftinum og eru burturgloymdir í einari pappeskju. Har liggja teir saman við øðrum kloddutum toydýrum. Spakuliga fara teir at minnast eitt sindur av tí, sum hendi Fyrr í Tíðini, tá ið Óla Martin tók teir við sær í song, og ein, sum æt Gerhardsen, var fittur við øll smádýr. Nú vilja teir út í verðina at leita eftir Óla Martini og kanska Gerhardsen Á ferðini verða teir vísir í einum Aftur í pappeskjuna skulu teir ikki Ragnar Hovland skrivaði og Peter Sch ssow gjørdi myndirnar. Randi Kúrberg týddi til føroyskt og Bókadeild Føroya Lærarfelags gav út í 2010. Anja Johansen, ið skjýtur fyri Vágaskot hevur klárað kravið til HM. Kravið hjá kvinnligum skjúttum, er at fáa 560 ella fleiri stig út av 600 møguligum, Meðan menninir skulu fáa 581 stig út av 600 møguligum. Og Anja kláraði í dag at skjóta seg til 560 stig fyri fyrstu ferð. Hettur hevur við sær at Anja skal klára hetta einaferð aftrat, og kann so luttaka til HM, ið verður í Fraklandi seinni í ár. Anja Johansen hevur bert skotið í fá ár, men sigur at tað aldrin er ov seint at byrja. Hon hevur enn ikki luttikið á oyggjaleikum, men sigur hon at hetta avgjørt eitt mál hon hevur sett sær. Um hon klárar kravið aftur í ár, so byrjar eini meira miðvís venjing fram ímóti HM. Ein 47 ára gamal maður varð í grundlógaravhoyring í gjár varðhaldsfongslaður í fýra vikur. Maðurin er skuldsettur fyri at hava stungið ein 52 ára gamlan mann fýra ferðir í búkin og eina ferð í lærið. Hetta hendi um níggju tíðina leygarkvøldið í eini íbúð í Vesturbýnum í Havn. Sambært politinum fóru menninir til hendurs heima hjá tí manninum, sum stakk. Maðurin, sum varð stungin, fór sjálvur á Landssjúkrahúsið, har hann alt fyri eitt varð lagdur undir skurð. Skurðviðgerðin vardi í tveir tímar. Tvær milliónir krónur eru á fíggjarlógini fyri 2014 til slíkt tilboð, sum hevur fountain hús sum fyrimynd. Í øðrum londum hjálpa fountain hús fólki við sálarsjúkum út á arbeiðsmarknaðin. Almannamálaráðið bað fríggjadagin um umsóknir, og umsóknarfreistin er til 24.januar.Bara felagsskapir, ikki einstaklingar, kunnu søkja um stuðul. Umsóknir skulu vera grundaðar á fíggjarætlan fyri árini, sum verkætlanin fevnir um. Eisini skulu átøk og virksemi felagsins fyri stuðulsárini verða lýst í umsóknini. Verður øll játtanin, tvær milliónir krónur, ikki brúkt í fyrsta umfari, verður lýst eftir fleiri umsóknum við nýggjari freist, upplýsir Almannamálaráðið. Tey, sum fáa stuðulin, binda seg til at lata Almannamálaráðnum hagtøl um virksemið, sum stuðulin verður brúktur til. Treytin í reglugerðini fyri stuðulin er, at felagsskapurin savnar dulnevndar upplýsingar um fólk, sum venda sær til felagsskapin og brúka tilboðini hjá felagsskapinum. Tey, sum eru ákærd ella skuldsett fyri at hava gjørt seg inn á børn, eiga ikki at sleppa at síggja videoavhoyringar av børnunum beinleiðis. Oddbjørg Balle, leiðari á Barnaverndarstovuni, hevur sent Rættarnevndini hjá løgtinginum viðmerkingar um videoavhoyring av børnum. Videoavhoyring av børnum, sum hava verið fyri kynsligum ágangi, er við í avlurtingarpakkanum, sum er til viðgerðar í løgtinginum. Fakfólk eru ikki samd um, antin tey ákærdu ella skuldsettu eiga at síggja og hoyra videoavhoyringar beinleiðis. Tað hevur við sær bæði fyrimunir og vansar, sigur leiðarin á Barnaverndarstovuni. Fyrimunurin er, at sleppast kann undan fleiri avhoyringum. Men tað kann elva til ótta og ótryggleika hjá barninum, um tað veit, at tann ákærdi ella skuldsetti sær avhoyringina samstundis sum barnið verður avhoyrt. Eftir at hava kannað málið nærri og hugsað meg um, er okkara tilmæli, at ákærdi ella skuldsetti ikki skal hava møguleika at síggja avhoyringina beinleiðis, sigur Oddbjørg Balle, leiðari á Barnaverndarstovuni. Í Danmark sleppa ákærd ella skuldsett ikki at síggja videoavhoyringar av børnum beinleiðis, men verjin hjá teimum sleppur. Videoavhoyringar verða gjørdar, so børn sleppa undan at verða avhoyrd á rættarfundi. Mikudagin, hósdagin og fríggjadagin verður enn eitt umfar í makrelsamráðingunum í London, og í næstu viku hittast londini aftur at tosa um svartkjaft og sild. Tær samráðingarnar verða frá 22. til 24. januar. Samráðingarnar millum ES og Noreg um sínamillum fiskiveiðiavtaluna fyri 2014 eru heldur ikki lidnar. Tær verða tiknar upp aftur í Bergen tann 27. januar. Samráðingar skuldu upprunaliga verða í desember, men ES vildi hava tær útsettar, meðan roynt verður at fáa eina semju um býti av makrelkvotuni. Av tí at eingin avtala er millum ES og Noreg, sleppa norsk skip ikki í ES sjógv at fiska svartkjaft, og tey sleppa heldur ikki í føroyskan sjógv. Felagið Nótaskip skrivar á heimasíðu sínari, at eini 20 samráðingarumfør hava verið higartil um makrelin, síðan Føroyar í 2009 boðaðu frá, at vit ikki vildu gera eina avtalu fyri 2010 uttan so, at Føroyar fingu størri part av heildarkvotuni. Viðvíkjandi norðhavssildini hava londini samtykt at seta ein serfrøðingabólk, sum skal savna alt tilfar um sildina og leggja fram eina frágreiðing í seinasta lagi 1. september í ár. Henda frágreiðing skal verða eitt felags grundarlag fyri tingingum um eitt nýtt býti av norðhavssildini frá 2015. Í ár er støðan viðvíkjandi norðhavssildini tann sama, sum hon var í fjør. Noreg, Russland, Ísland og ES vilja halda fast við býtislykilin frá 2007, sum gevur Føroyum góð 5 . Hetta góðtaka Føroyar ikki, men mæla í staðin til, at eitt serstakt býti verður avtalað bara fyri 2014. Viðvíkjandi svartkjaftinum er ikki ósemja um býtið, men um hvussu stór kvotan skal verða. Eftir umsitingarætlanini fyri svartkjaftin verður heildarkvotan í 2014 849.000 tons. Men ICES sigur, at veiðan kann fara heilt upp á 1,5 milliónir tons, og stovnurin verður framvegis burðardygt umsitin, stendur at lesa á heimasíðuni hjá felagnum Nótaskip. Símun Gullaksen, sum leygardagin samskipaði landbúnaðarráðstevnuna í Klaksvík, heldur, at vit kunnu gerast sjálvbjargin við nøkrum landbúnaðarvørum, ella í øllum førum flyta føroyskan landbúnað fram á leið. Í mínari fartelefon er eitt skriviprogram, har tað eisini ber til at prenta frá. Men eg dugi ikki at fáa hetta at rigga. Tá eg biðið programmi um at skriva út, spyr tað eftir einum air printer . Hvar finnið eg hann Eg havi ein Canon Pixma 640, sum er all in one prentari við wifi. Er tað ein airprinter ella hvussu seti eg mín prentara í samband við fartelefonina og heimatelduna Kunnu øll skriviprogram, sum man fær til fartelefon, brúkast til wifi prentarar Bergur Enghamar frá Nema svarar spurninginum Null hugsjónin snýr seg um, at eingin í Føroyum skal lata lív í ferðsluni. Men veruligu tølini um ferðsludeyða siga eina aðra dapra søgu. Brynhild Høgnadóttir er stjóri í Ráðnum fyri Ferðslutrygd. Hon heldur, at skulu færri doyggja í ferðsluni, krevst støðugt og áhaldandi arbeiði 116.000 fólk vóru á savninum í fjør, 12 prosent fleiri enn í 2012, sum annars var metárið. Men fólk fara ikki bara á bókasavnið at læna bøkur, tí samstundis sum 12 prosent fleiri fólk vóru á savninum í fjør minkaði útlánið tað sama, 12 prosent. Og sjálvt um Øssur ræðist hundar, noyðist hann at hjálpa til at leita. Sverre Henmo hevur skrivað søguna Renn. Beinta Clothier lesur Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur sett Regin I. Jakobsen í fyribils starv sum stjóri á Strandfaraskipum Landsins, til nýggjur stjóri er settur. Regin I. Jakobsen er 47 ár, útbúgvin cand. merc.aud., og hevur millum annað starvast sum fíggjarleiðari í Vága Floghavn. Gesturin hjá okkum í morgun er Jeffrei Justinussen, sum herfyri varð heiðraður av fFøroya Fskimannafelag, nú hann hevur verið 60 ár á sjónum. Jeffrei Justinussen var í útvarpsstovuni í morgun Shefa kaðalin slitnaði 28. desember, stutt úr landi á Oyrknoyggjum, har tey flestu brekini hava verið, síðani kaðalin var lagdur. Shefa kaðalin er slitnaður 15 ferðir síðani 2007. Hann gongur úr Føroyum til Hetlands, síðani til Orknoyggjarnar, og fer so í land í Norðurskotlandi. Eitt kaðalskip kom annars skjótt til økið, og fólk frá Føroya Tele hava verið á staðnum. Men av tí at arbeiðið gjørdist so umfatandi, hevur tað tikið útvið 14 dagar at umvæla kaðalin. Seinnapartin gjár varð Shefa kaðalin settur til aftur, og virkar nú, sum hann skal. Føroya Tele hevur orsakað av mongu brekunum, gjørt av at leggja Shefa kaðalin av nýggjum, har tað er mest árent. Hetta arbeiðið er byrjað. Kanningar verða gjørdar, og síðani verður farið at gera arbeiðið, sum vónandi verður liðugt í ár, sigur Føroya Tele. Bogi Mortensen er farin frá sum stjóri á Strandfaraskipum Landsins. Og Regin I. Jakobsen er settur sum fyribilsstjóri, til nýggjur stjóri verður settur. Tað stendur í eini fráfaringaravtalu sum Vinnumálaráðið hevur gjørt við Boga Mortensen. Avtalan fær gildi frá 1. februar. Hann fær løn í seks mánaðir, umframt fráfaringarsamsýning fyri seks mánaðir aftrat. Tá fær hann ikki eftirlønargjald. Keyparin, smápartafelagið Toft, hevur ikki gjørt av, hvat stóri bygningurin skal brúkast til. Men ymsir møguleikar eru, sigur Joen Magnus Rasmussen í Leirvík, sum sjálvur fimti hevur keypt gamla sjómansheimið. Sjómansheimið, sum varð vígt í mars 1970, er 294 fermetrar í trimum hæddum, og loftið er 227 fermetrar. Grundstykkið er 1435 fermetrar. 25 kømur eru í sjómansheiminum, og har kundu gista 43 fólk. Brúkaraprístalið lækkaði í fjør. Miðalbrúkaraprístalið lækkaði 0,6 prosent í 2013. Árini frammanundan hækkaði prístalið 2,1 prosent í 2012 og 2,3 prosent í 2011, upplýsir Hagstovan. Tað er fyrst og fremst miðalrentan á bústaðarlánum, sum hevur drigið býliskostnaðin niður, miðalrentan er lækkað 7,8 prosent. Og prísurin á brenniolju er lækkaður 3,4 prosent, men elprísurin er tó hækkaður 3,1 prosent. Prístalið lækkaði eisini í øðrum nýtslubólkum í 2013, mest í samskifti, 2,9 prosent, og eitt nú innbúgv og húsbúnaður eru vorðin bíligari, prístalið lækkaði 1,3 prosent í fjør. Iran og fleiri lond í vesturheiminum eru samd um eina kjarnorkuavtalu. Tað váttar uttanríkisráðharrin í ES, Catherine Ashotn, fyri Reuters. Hon umboðar USA, Russland, Kina, Frakland, Bretland og Týskland í samráðingunum við Iran. Ashton sigur, at kjarnorkustovnurin hjá ST, IAEA, skal síggja til, at avtalan verður hildin. Avtalan kemur í gildi 20. januar, og hevur við sær, at Iran skal beina fyri einum parti av goymslunum av ríkaðum urani, og steingja onkrar kjarnorkuverksmiðjur. Vesturheimurin hevur leingi skuldsett Iran fyri at hava ætlanir um at fáa sær kjarnorkuvápn, men tí hevur iranska leiðslan víst aftur. Amerikanski forsetin, Barack Obama, sigur seg vera væl nøgdan við avtaluna, og at arbeitt eigur at verða við at gera hana uppaftur betri. Hann lovar samstundis, at fleiri tiltøk ikki verða sett í verk ímóti landinum, so leingi sum samráðingar eru. Hóast skotska oljufelagið, Cairn Energy, vil hava fleiri grønlendingar í starv, søkja fáir grønlendingar størv hjá felagnum, skrivar Sermitsiaq. Í 2010, tá virksemið var mest, vóru bert sjey prosent av starvsfólkunum grønlendingar, hóast felagið vildi havt minst tíggjunda hvørt fólk úr Grønlandi, sigur stjórin í felagnum, Ian Watt, við blaðið. Tá søkt verður eftir fólki, krevja summi størv ávísa útbúgving, men tað eru eisini størv, sum ikki krevja nakra serliga útbúgving, og tá er tað løgið, at grønlendingar ikki søkja, sigur stjórin. Oljuvinnan kann sum oftast lata hægri løn enn vanligt, og tí er løgið at so fáir grønlendingar søkja, sigur hann. Hann heldur eina orsøk vera, at fólk, sum fáa starv, av trygdarávum skulu duga enskt, og tað kann vera ein forðing. Í 2010 og í 2011 gjørdi Cairn Energy átta royndarboringar í Grønlandi, og og ætlanin er at gera fleiri boringar í ár, skrivar Sermitsiaq. Løgreglan í Føroyum hevur sent boð eftir tveimum tøkningum úr Danmark at kanna gerningsstaðið, har ein 47 ára gamal maður varð stungin leygarkvøldið í einum íbúðarbygningi í vesturbýnum í Havn. Ein 52 ára gamal maður var á vitjan í íbúðini hjá einum 47 ára gomlum manni. Teir fóru til hendurs, og 47 ára gamli maðurin stakk hin fýra ferðir í búkin og eina ferð í lærið. Maðurin, sum varð stungin, megnaði sjálvur at koyra á skaðastovuna á Landssjúkrahúsinum at fáa hjálp. Læknar meldaðu síðani tilburðin til løgregluna. Stutt eftir varð 47 ára gamli maðurin handtikin í íbúð síni. Grundlógaravhoyring var seinnapartin í gjár, men 47 ára gamli var so mikið illa fyri sálarliga, at hann var ikki staddur í rættinum. Hann er lagdur inn á psykiatrisku deild. Sambært Bergleivi Brimvík, leiðara á kriminaldeildini, brúkti maðurin ein stóran køksknív at stinga við. Talan er ikki um gamlar kenningar hjá løgregluni, sigur Bergleif Brimvík. 1.037 fólk meldaðu seg úr íslendsku kirkjuni frá 1. oktober til 31. desember í fjør. Sama tíðarskeið meldaðu 100 fólk seg inn í kirkjuna, og sostatt eru samanlagt 936 fólk fleiri farin úr kirkjuni, enn hava teknað seg sum lim í kirkjuni. Av teimum, sum fóru úr fólkakirkjuni, fóru 242 upp í fríkirkjur, vísa tøl hjá íslendsku Hagstovuni, sum hevur savnað saman nýggj tøl um limaskap í átrúnaðarligum felagsskapum. Tað var leygarnáttina, at ein Ford Mondeo fór út av vegnum á Traðagøtu á Argjum, og við nógvari ferð fór gjøgnum bøin og millum tvey hús, og víðari tvørtur um Støðlagøtu, har hann rendi á ein garð. Talan er um 100 metrar, sum bilurin hevur koyrt, eftir at hann fór útav vegnum. Ein 17 ára gomul genta, sum var í bilinum, doyði á staðnum. Kirkjubøur er ein søgulig bygd við nógvum fornminnum. Tí vitja nógv ferðafólk higar, og bóndafólkini Guðrið T. Patursson og Jóannes Patursson heimi á Garði hava tað sum ein vinnuveg, at taka ímóti og at borðreiða fyri fólki bæði í søguligu roysktovuni og í teirra hugnaliga heimi. Jóannes bóndi hevur ymist annað at vísa okkum eisini, millum annað býlingin suðuri á Bø, har fólk búleikaðust í fleiri hundrað ár. Í vakstrarhúsinum inni í Dølum húsast eitt virki, ið ger reinsiútgerð til alivinnuna og sum útflytir meginpartin av sínari framleiðslu til Noregs. Hørður Wardum er stigtakarin og stjóri í felagnum, og hann sigur, at útgerðin teir gera er tann einasta av sínum slag á marknaðinum. Hørður Wardum hevur eisini í nøkur ár turkað seyðakjøt í hjalli, sum ongar rimar hevur. Talan er um eina afturlatna skipan og úrslitið hevur verið gott. Bæði Konny Nolsøe Zachariassen og maðurin eru vaksin upp í Havn og eru einasta familja í Kirkjubø, sum ikki hevði nakað tilknýti til bygdina áðrenn tey bygdu her. Konny sigur, at øll familjan trívist sera væl vestanfyri. Tað ger sonurin Borgar Sveinsson eisini, men hann er sera harmur um, at børnini í bygdini ikki enn hava fingið fótbóltsvøllin, sum Tórshavnar Kommuna hevur lovað teimum fyri fleiri árum síðani. Tað sigur Sveinur Tróndarson, tíðindamaður á portal.fo, sum avdúkaði tollmálið hjá Jørgeni Niclasen. Sveinur Tróndarson verður nú lagdur undir at bróta tagnarskyldu sína, tí hann var við til at kanna tollmálið fyri 20 árum síðani, tá hann var í starvi hjá landsgrannskoðaranum. Línuskipini høvdu góðan fiskiskap á Flemish Cap í fjør. Men fiskiloyvini komu so seint, ikki fyrr enn seint í apríl, at skipini høvdu ikki rættiliga stundir at fyrireika seg til fiskiskapin á fjarleiðum. Sambýlið er mett at kosta Sjóvar kommunu tíggju milliónir krónur. Í fíggjarætlanini fyri 2014 eru 9,5 milliónir krónur settar av til sambýlið. Nettoskuldin hjá Sjóvar kommununi er 17 milliónirkrónur Álíkningin er 26 milliónirkrónur, so Sjóvar kommuna hevur nakað at taka av, áðrenn hon kemur upp undir skuldarhámarkið. Men fyri at fíggja verkætlanina í Dávagerði er skattaprosentið hækkað eitt prosentstig í trý ár, til 2016. Tað fer at geva 1,1 milliónir krónur meira í kommunukassan um árið, so kommunan fer ikki upp um skuldarhámarkið, sum er ein álíkning. Bygdarráðið hevur eisini samtykt at byggja íbúðir í Dávagerði. Nakrar teirra skulu hava tilknýti til sambýlið, so tey, sum búgva í hesum íbúðunum, kunnu fáa tænastur og umsorgan frá starvsfólki í sambýlinum. Tað er umráðandi, forskúlin fær eina námsætlan. Serliga tí tað er so ymiskt, hvussu arbeitt verður í forskúlunum í dag. Og nú kunngerðin um forskúlar er komin, hevur tað skund at geva møguleika fyri víðari menning. Tí eigur ein arbeiðsbólkur við tveimum námsfrøðingum og tveimum lærarum at gera uppskot um námsætlan. Tað heldur Fólkaskúlaráðið í frágreiðingini Eygleiðingar í forskúlunum , sum Fólkaskúlaráðið gav landsstýrismanninum í mentamálum í síðstu viku. Tá arbeiðsbólkurin, sum Fólkaskúlaráðið mælir til at seta, er liðugur við uppskotið, eiga avvarðandi fakbólkar at fáa uppskotið til hoyringar. Sambært eygleiðingunum í forskúlunum hava starvsfólkini góða útbúgving, innandura eru umstøðurnar í flestu forskúlunum góðar, men ikki úti. Tey, sum eygleiddu og skrivaðu frágreiðingina um forskúlarnar, eru samd og sannførd um, at arbeiðast skal víðari við at menna forskúlatilboðið í Føroyum. Tey leggja tó dent á, at treytirnar um vælútbúgvið starvsfólk, góða normering og mennandi innandura og uttandura umstøður mugu haldast, tá forskúlar skulu skipast. Og forskúlin skal hava eina námsætlan eins og fólkaskúlin og miðnámsskúlin hava. Fýra forskúlar eru í Føroyum, í Sankta Frans skúla í Havn, í Kelduni í Skálabotni, í Skála skúla, og Skúlaspírin er í Leirvík. Bústaðir fara keypa tveir íbúðarbygningar á Heimasta Horni frá BankNordik. Avtalan er ikki undirskrivað, men partarnir eru samdir um innihaldið í avtaluni og flestu týdningarmiklu viðurskiftini. 12 íbúðir eru í hvørjum bygningi, og sostatt keypa Bústaðir tilsamans 24 íbúðir, sum eru umleið 100 fermetrar til støddar. Bústaðir vænta, sum skilst, at kunna leiga íbúðirnar á Heimasta Horni út fyri millum 5.000 og 6.000 krónur um mánaðin, umframt føstu útreiðslurnar. Bústaðir hava fleiri byggiætlanir, millum annað eina ætlan um at byggja 12 íbúðir beint oman fyri Skansan í Havn, og eina ætlan á Óðinshædd í Havn um 24 íbúðir. Bústaðir hava eisini ætlanir um at byggja 30 íbúðir í Klaksvík. Henda byggiætlanin er í samstarvi við Klaksvíkar kommunu. Og Bústaðir hava fleiri aðrar ætlanir um at byggja íbúðir aðrastaðni í landinum. Bíligar leiguíbúðir skulu byggjast í Sørvági, í Sundalagnum og í Suðuroynni Stjórin í Bústøðum, Andras Róin, váttar, at samráðingar eru við BankNordik, men meira vil hann ikki siga. Samráðingarnar eru ikki lidnar enn, og stjórin vil ikki ávirka samráðingarnar við bankan við at úttala seg alment um málið nú. Landsliðsleikarin, Jóan Símun Edmundsson, hevur í løtuni ongan sáttmála, men nú røkist fyri, at hann er á veg til danskan fótbólt. Jóan Símun Edmundsson var í 3 2 í gjár, og har segði 22 ára gamli framherjin, at hann framvegis ynskir at spæla uttan fyri Føroyar. Jóan Símun Edmundsson hevur verið yrkisleikari í Evropa síðani 2010. Hann hevur umboðað Newcastle, Gateshead, Viking Stavanger og Fredericia Ein advokatur, sum er ógegnigur, skal ikki hava samsýning fyri sítt arbeiði, tí advokaturin hevur skyldu at boða frá, um hann er ov nær málinum. Tað siga advokat etisku reglurnar. Í kaffiprátinum í morgun hittu vit Hensiu Einarsson, leiðara á Tjarnargarði og Anniku Olsen landsstýriskvinnu. Hensia vildi fegin hitta Anniku fyri at tosa við hana um eldraøkið, um munin á landspolitikki og býráðspolitikki, og um hvussu tað er at vera einsamøll kvinna í landsstýrinum. Eina viku fyri jól sendi Fíggjarmálaráðið øllum aðalráðunum stutt bræv, har sum aðalráðini verða biðin um ikki at geva stjórum serliga fráfaringarsamsýning. Í brævinum stendur, at í stjórasáttmálunum hjá landinum eru ásetingar um fráfaringarsamsýning, tá stjórar verða uppsagdir. Umframt uppsagnarløn í seks mánaðir, fáa stjórarnir fráfaringarsamsýning, sum svarar til seks mánaðarlønir afturat. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum vil ikki, at tílík samsýning verður í nýggjum stjórasáttmálum, stendur í brævinum frá Fíggjarmálaráðnum. Norska fiskiveiðueftirlitið hevur tikið ein russiskan trolara og skuldsett skiparan fyri ólógliga at hava tveitt fisk fyri borð aftur. Russiska tíðindastovan, RIA Novosti, endurgevur ein talsmann í russiska fiskimálaráðnum, sum sigur, at tað er gerandiskostur, at norska fiskiveiðueftirlitið tekur russisk skip, og skuldsetir tey fyri at tveita fisk útaftur. Skiparin á trolaranum sigur við ein annan miðil, og nakað av fiski fór út ígjøgnum eitt lensiportur, sum brek var á. Hann sigur eisini, at russiska sendistovan í Oslo tekur sær av málinum, og ætlanin er at fáa skipið útaftur so skjótt sum gjørligt. Norsku myndugleikarnir siga, at tað er ikki óvanligt at russisk skip tveita fisk fyri borð aftur, og tað er tí, at kvotan av einum ávísum fiskaslag er uppi. Men tað er ólógligt at tveita fisk fyri borð, sigur ein talsmaður fyri norsku myndugleikarnar. Nú verður so nógv tosað um Pisa kanningar og børn ikki duga tað mest elementera stava og rokna og vita ikki , hvar Hattarvík er ella hvør var Nero Havi børn í ymsum aldrum og havi verið til eina ørgrynnu av foreldrafundum og má bara sanna at fleiri og fleiri foreldur leggja alla ábyrgd frá sær. So nógv foreldur liva eitt kaotiskt lív og hava støðuga ringa samvitsku, so alt tað vit at lesa lektiur og spyrja barnið ordentligt um skúladagin fer afturum Børn klára ikki sjálvi at samskipa lektiur og onkur má fylgja við teirra skúladag. Verður alt ikki bara hurlað til í dagtí øll hava so nógv at gera so skúlin, og tað at læra, verður ikki nóg væl raðfest í smáu heimunum runt landið Anna Dalsgaard, lærari, svarar Virksemið hjá Atlantic Petroleum í Norra byrjaði av álvara í morgun, tá byrjað varð at bora Langlitinden brunnin í Barentshavinum. Atlantic Petroleum eigur tíggju prosent av loyvinum. Felagið ber tí tíggju prosent av kostnaðinum. Men verður olja funnin, fær Atlantic Petroleum tíggju prosent av inntøkunum. Útreiðslurnar verða tó ikki so stórar. Gevur leitingin einki úrslit, fáa feløgini 78 prosent av útreiðslunum úr norska statskassanum. Boringin í Barentshavinum er mett at vara 50 dagar. Dýpið er 340 metrar. Langlitinden brunnurin er tann fyrsti av fýra, sum Atlantic Petroleum eigur lut í nú í 2014. Atlantic Petroleum verður við í einum brunni í Onglandi og einum í Føroyum í vár og einum í Norra í heyst. Norra og ES eru ósamd um eitt tilboð til Ísland og Føroyar, nú makrelsamráðingarnar byrja í London í morgin. Ætlanin var, at Norra og ES skuldu hava eitt felags tilboð við til samráðingarborðið, men eingin semja er funnin. Fiskeribladet Fiskaren skrivar, at norska stjórnin er ikki sinnað at lata íslendingum og føroyingum meira enn millum átta og tíggju prosent av kvotuni. Maria Damanaki, ES fiskivinnukommisserur, hevur fyrr skotið upp, at Føroyar fáa 11,9 prosent av kvotuni. Norra og Danmark vóru harðliga ímóti tilboðnum. Umboð fyri uppsjóvarvinnuna søgdu tá, at ES og Norra hava verið samd um eina kós, men Damanaki darvaði samráðingunum, nú hon av sínum eingtingum bjóðaði føroyingum størri part av makrelkvotuni, uttan at tosa við Norra fyrst. Føroyar vrakaðu tilboðið, tí tað var ov langt burtur frá teimum 15 prosentunum, sum føroyingar krevja. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur kortini sagt, at líkindini fyri semju eru góð, tí partarnar flyta seg nærri hvør øðrum. Men Norra og ES, sum annars hava verið í parti undir samráðingunum, eru ikki samd um, hvussu stóran part av heildarkvotuni Ísland og Føroyar skulu hava. Norra fer heldur ikki at taka undir við at lata Íslandi og Føroyum størri kvotu, um tað ikki er greitt, hvussu mong ár avtalan skal vera í gildi. Samráðingarumfarið um makrelin byrjar í morgin og endar fríggjadagin. Áleið 20 samráðingarumfør hava verið, síðani Føroyar kravdu størri part av heildarkvotuni í 2009. Eftir Dag og Viku í kvøld fara Sirið Stenberg, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, og Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum , at kjakast um eldraøkið. Beinta Løwe Jacobsen er vertur. Uppskot til løgtingslóg um kommunalt samstarv um heimatænastu, eldrarøkt v.m. er í løtuni til viðgerðar í Trivnaðarnevndini, og Almannaverkið, sum hevur viðgjørt uppskotið, hevur atfinningar millum annað um tey minstamátini av røkt, sum lógin leggur upp til, at tey eldru skulu fáa. Í skrivi til løgtingið sigur Almannaverkið, at sagt verður, at karmarnir í lógaruppskotinum hava til endamáls at skapa ta neyðugu rættartrygdina hjá borgarunum við at tryggja teimum eitt minstamát av tænastum, sum kommunurnar hava skyldu at hava. Hinvegin er avgjørt ikki at áseta nakað minstakrav fyri tænastustigið, og at kommunurnar sjálvar hava eftirlit við tænastum, bústøðum og tilboðum eftir lógini um heimatænastu, eldrarøkt við meira. Tænastustigið kann tískil vera sera ymiskt frá kommunu til kommunu, og Almannaverkið ávarar um, at hetta kann elva til, at borgarar fara at flyta úr kommunalum økjum við lægri tænastustigi til kommunal øki, har tænastustigið er hægri. Meira verður at frætta um ætlanina at leggja eldraøkið út til kommunurnar eftir Dag og Viku í kvøld, har Annika Olsen, landsstýriskvinna og Sirið Steenberg, limur í Trivnaðarnevndini, fara at kjakast. Beinta Løwe Jacobsen verður vertur í sendingini. Línuskip og nakrir lemmatrolarar hava fingið loyvi at fiska burtur av felagskvotuni á Flemish Cap í ár. Kvotan er tilsamans 3.256 tons. Fýra lemmatrolarar hava higartil fingið loyvi frá Vørn at fara til Nýfundlands, teir eru Phoenix úr Hósvík, Brestir og Vesturleiki úr Sørvági og Sjagaklettur úr Hvalba. Fýra línuskip hava higartil fingið loyvi at fara vestur um hav, tey eru Eysturoyingur, Mascot, Sigmund og Váðasteinur. Trolarar vóru eisini í Ný Foundlandi í fjør, men hjá teimum gekst ikki serliga væl, og teir vóru bert tann eina túrin. Línuskipini sum royndu eydnuna í Ný Foundlandi høvdu góðan fiskiskap, uppí 50 60.000 pund um dagin. Felagið hevur stevnt Fiskimálaráðnum, tí báturin Líraberg, saman við nógvum øðrum útróðrarbátum, ikki hevur fingið lut í fiskiskapi eftir makreli í føroyskum sjógvi. Fyrst í oktober bað felagið um eitt yvirlit yvir veiðiloyvi uttan fyri fiskidagaskipanina 1993 2013, hvørji veiðiloyvi eru, nær og hvussu tey eru flutt millum fiskifør. Líraberg fekk svar seinni í oktober, men yvirlitið var ikki nóg fullfíggjað, og tí søkti felagið av nýggjum um innlit, seinast í november. Síðani hevur avíst samskifti verið millum felagið og Fiskimálaráðið, men enn er einki yvirlit komið til felagið. Fiskimálaráðið sigur í telduposti til Líraberg, at Fiskimálaráðið ikki hevur eitt samlað yvirlit tøkt, sum vísir, nær og hvussu veiðiloyvi eru flutt síðani 1993. At gera eitt yvirlit yvir veiðiloyvi uttan fyri fiskidagaskipanina 1993 2013, nær og hvussu hesi eru flutt, sum biðið verður um, er ikki løtuverk. Upplýsingar eru skrásettar í og mugu leitast fram úr einstøkum málum um viðkomandi skip veiðiloyvi. Nógv av málunum liggja langt afturi í tíð, og eru ikki teldutøk. Vit miða framvegis ímóti at avgreiða umbøn tykkara um nevnda yvirlit skjótast gjørligt, sigur Fiskimálaráðið. Partafelagið Líraberg hevði freist at koma við sínum viðmerkingum tann 6. januar, men av tí at innlitsumbønin ikki er avgreidd, hevur felagið fingið freist til 23. januar at svara. Advokaturin hjá Fiskimálaráðnum svaraði nakað fyri jól, og hevði ikki fleiri viðmerkingar til stevningina frá partafelagnum Lírabergi. Partafelagið Líraberg stevndi Fiskimálaráðnum seinast í apríl. Felagið hevur stevnt eftir 750.000 krónur í endurgjaldi fyri bátin og teir tríggjar menninar, sum eru við bátinum. Felagið krevur, at Fiskimálaráðið verður dømt at viðganga, at tað var skeivt, at samtakið Sjófeli ikki fekk lut í makrelfiskiskapinum í 2012 og heldur ikki í fjør. Talan er um Heimasta Horn nr. 36 og nr. 38, ið eru vestastu eindirnar í byggingini, eru høvuðsumvældar. Bústaðafelagið yvirtekur nú íbúðirnar. Søluprísurin er 38,4 milliónir krónur. Bústaðafelagið, sum fór at tekna limir í heyst, hevur umleið 1200 limir, ið vilja hava leigubústað í Suðurstreymoy. Hóast fleiri verkætlanir eru á veg í Havn, gongur eitt ár, til tær fyrstu íbúðirnar verða tøkar. Keypið ger, at vit kunnu framskunda okkara útboð av leigubústøðum í høvuðsstaðarøkinum, og møta stóra eftirspurninginum, sigur Andras Róin, stjóri á Bústøðum. Stórt arbeiði lá aftan fyri tilboðini, sum Vága Floghavn fekk upp á tollfríu søluna á flogvøllinum. Nógv tíð, nógv orka og nógvir pengar eru brúktir til at gera tilboðini. Tað viðgongur P f Vága Floghavn. Men kortini kundi felagið einki tilboð brúka. Felagið avgjørdi at brúka rættin, sum tað tilskilaði sær í útbjóðingini, at avlýsa útboðið. Vága Floghavn hevur givið Vinnumálaráðnum frágreiðing, eftir at Smyril Line gjørdi vart við ónøgd sína. Smyril Line átti besta boðið upp á tollfríu søluna. Sambært Smyril Line vóru samráðingarnar við Vága Floghavn lidnar, og klárt var skriva undir sáttmálan, tá Vága Floghavn avlýsti útboðið, tí nú skuldi Vága Floghavn sjálv selja tollfrítt, og vørurnar skulu keypast frá heilsøluni Heinemann, sum Smyril Line brúkti í sínum tilboði. Smyril Line stendur eftir við einari rokning upp á nakrar hundrað túsund krónur, sum vórðu brúktar til at gera tilboðið. Vága Floghavn sigur í frágreiðing sínari til Vinnumálaráðið, at henni nýtist ikki at grundgeva fyri avgerð sínari. Niðurstøðan var, at besta loysnin fyri flogvøllin og føroyska flogvinnu er uttan fyri karmarnar um útboðið. Tí varð útboðið avlýst. Vinnumálaráðið skuldi viðgera frágreiðingina frá P f Vága Floghavn í dag. Men Vinnumálaráðið, sum varðar av øllum partapeninginum í felagnum, fer neyvan at leggja seg útí, hvussu nevnd og leiðsla reka felagið. Vinnumálaráðið velur nevndina í felagnum á aðalfundinum. Annars fær P f Vága Floghavn frið fyri Vinnumálaráðnum. Vinnumálaráðið er ikki kærumyndugleiki hjá teimum, sum eru misnøgd við Vága Floghavn. Eingin kærumyndugleiki er. Rúni Vang Poulsen, stjóri í Smyril Line, sigur, at har gera tey ikki meira við málið. Tey fáa ikki gjørt annað enn at vísa Vinnumálaráðnum á ónøgdina við framferðina hjá Vága Floghavn. Og tað hevur Smyril Line gjørt, sigur stjórin. Á Løgtingsskrivstovuni hava tey enn ikki tikið støðu til, um Annfinn Vitalis Hansen skal hava samsýning fyri arbeiðið sum kanningarstjóri. Á Løgtingsskrivstovuni sleppa tey ikki undan at taka støðu til, um Annfinn Vitalis Hansen var gegnigur ella ógegnigur at vera kanningarstjóri. Enn er eingin støða tikin, hóast hann er farin frá sum kanningarstjóri. Advokatetisku reglurnar siga, at ein ógegnigur advokatur hevur ikki rætt til samsýning, tá hann er loystur frá málinum, tí advokaturin hevur skyldu til at boða frá beinanvegin, um hann er gegnigur til uppgávuna ella ikki. Súsanna Danielsen hevur sagt, at hon hevði ikki skotið Annfinn Vitalis Hansen upp sum kanningarstjóra, um hon visti, at hann sum formaður í Samhaldsfasta hevði verið í beinleiðis tingingum við CIP. Men hon svarar ikki í dag, um tey fara at rinda honum samsýning fyri arbeiðið. Støða verður tikin, tá og um rokningin kemur, sigur hon. Annfinn Vitalis Hansen hevur sagt, at hann væntar sær endurgjald fyri tær útreiðslur, hann hevur havt, tí hann metir seg ikki vera ógegnigan. Og sambært advokatetisku reglunum er tað avgerandi. Hann fær samsýning, um hann er gegnigur, og hann fær onga samsýning, um hann er ógegnigur. Tað skal Løgtingsskrivstovan fyrihalda seg til, um tey fáa rokning sendandi frá advokatinum. Vit tosa við Meira Blaustein, ið tók stig til The Woodstock Filmfestival, um eitt nú hvussu festivalurin kom í lag, hvønn týdning festivalurin hevur fyri økið, vit spyrja hvat hon heldur um støðið á føroyskum filmi, eins og um møguleikar og hvat skal til. Ludvíg á Brekku er hugtikin av list, og hann bæði skrivar og málar. Vit hitta Ludvíg eins og hann eisini lesur okkum stuttsøguna Grindaformaðurin . Mikukvøldið 15. januar kl. 7 verða Listaheiðurslønir Landsins latnar í Stórapakkhúsi suðuri i Vági. Martin Næs, ið er formaður í nevndini, ið ger tilmæli um hvør skal fáa Heiðurslønir Landsins, kemur á gátt at siga okkum hvørjum leisti verður arbeitt eftir, tá fólkini skulu finnast. 12 januar 1959 varð plátufelagið Motown stovnað. Vit tekna eina mini vangamynd av týðandi og legandariska plátufelagnum, nú Motown gjørdist 55 ár sunnudagin. Í sendingini verður millum annað prátað um tíðina, tá Hergeir var bassleikari í bólkinum Makrel, og um nýggjastu verkætlina Steso, ið er ávegis við nýggjum tónleiki. Eftir álvarsomu ferðsluvanlukkurnar í seinastuni vóna koyrilærarar, at fólk fara at koyra spakuligari. Ein teirra, Árni Andreasen, gitir, at fleiri løgregu fólk á vegunum og øðrvísi koyrifrálæra kunnu syrgja fyri tí. Í dag eru tíggju ár, síðani Norrøna rendi á land í Havn og var í vanda fyri søkka, meðan fólk hugdu at, og sjónvarpstólini rullaðu. Fiskeribladet Fiskaren skrivar, at norska stjórnin er ikki sinnað at geva íslendingum og føroyingum meira enn millum átta og tíggju prosent av kvotuni. Maria Damanaki, ES fiskivinnukommisserur, hevur fyrr skotið upp, at Føroyar fáa 11,9 prosent av kvotuni. Føroyar vrakaðu tilboðið, tí tað var ov langt burtur frá føroyska kravinum. Føroyska kravið er 15 prosent, um makrelurin kann fiskast í sjóøki hjá hinum londunum, ella 24 prosent, um makrelurin bert skal fiskast í føroyskum øki. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur sagt, at útlitini fyri semju eru góð, tí partarnar flyta seg nærri hvør øðrum. Samráðingarumfarið sum byrjar í dag, skal eftir ætlan vara til fríggjadagin. Í desember í fjør spurdi Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, danska umhvørvisráðharran, um Føroyar kunnu yvirtaka málsøkið, sum eitur kortlegging, ella uppmáling. Síðani hevur Edmund Joensen, fólkatingsmaður, spurt Idu Auken, ráðharra, hvussu nógv kortleggingin í Føroyum hevur kostað danska statskassanum seinastu tíggju árini. Ida Auken svarar, at Geodatastyrelsen eingi nýggj Føroyakort hevur gjørt seinastu tíggju árini. Men nógv kort eru dagførd og prentað av nýggjum. Geodatastyrelsen metir seg at hava brúkt okkurt um 100.000 krónur um árið til føroysku kortleggingina. Viðvíkjandi arbeiðsorku er talan um 0,15 ársverk. Ida Auken svarar eisini, at ein arbeiðsbólkur verður settur at fyrireika yvirtøkuna. Í arbeiðsbólkinum vera fólk frá Umhvørvisstovuni og Geodatastyrelsen í Danmark, sum hevur ábyrgdina av kortleggingini í Føroyum. Samsvar er millum markaðan part av barnsburðarfarloyvi til pápar, og talið av monnum, sum fara í farloyvi, sigur Almannamálaráðið. Almannamálaráðið hevur samanborið tølini í árligu frágreiðingini hjá norðurlendska ráðharraráðnum um sosiala trygd í Norðurlondum. Í Finnlandi og í Føroyum eiga pápar minni part av barnsburðarfarloyvinum. Og júst í Finnlandi og Føroyum fara færri pápar enn í hinum Norðurlondunum í barnsburðarfarloyvi. Í Íslandi til dømis hava pápar fingið markað farloyvi við barsilsgjaldi í 13 vikur eins og mammurnar hava. Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur uppskot um, at føroyskir pápar fáa rætt til seks vikur í barnsburðarfarloyvi við løn. Men semja er ikki í samgonguni um tað. Spurningur til máltáttin. Mær dámar væl at fylgja við í, hvat hendir í Danmark, men eg haldi ikki, at tey altíð eru so málsliga væl fyri. Eitt er at danir ikki duga danskt, men nú er hendan máliskan eisini at hoyra her. Las herfyri, at her er omma á hennara føðingardegi. Hvat er rætt. Er omma í sínum ella hennara føðingardegi Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur givið alifelagnum Luna í Vágum loyvi at leggja út tríggjar aliringar í Hestfjørð út fyri Velbastað. Luna hevur loyvi at ala í Hestfirði, frá Kirkjubønesi og til Miðvágs, og Alti Gregersen, stjóri sigur, at hetta verður gjørt sum royndarverkætlan fyri at vita, um fiskur yvirhøvur trívist í harða streyminum út fyri Velbastað. Hóast tað fer at kosta millum 5.500 og 7.000 krónur at leiga íbúðirnar, sum Bústaðir hava keypt á Heimasta Horni í Havn, væntar Andras Róin, stjóri í Bústøðum, at tað fer at bera til at leiga tær út, tí áhugi er eisini fyri íbúðum, sum kosta meiri at leiga. Í morgun var Urd Johannesen, varastjóri í Norðurlandahúsinum, spurd, hvør kundi verið í uppskoti til mentanarviriðisløn landsins. Urd Johannesen nevndi fleiri nøvn, og eitt av teimum var Annika Hoydal. Hoyr annars øll hini nøvnini, Urd nevndi, við at lurta eftir samrøðuni her. Bæði í fiski og alivinnuni og í byggivinnuni vóru lønirnar tær somu í fjør sum í 2012. Vøkstur var í tænastuvinnunum, almennu tænasturnar hækkaðu 2,3 prosent, og privatu tænasturnar hækkaðu 1,8 . Vøksturin í alivinnuni heldur fram, og lønirnar vóru tilsamans 246 milliónir kr, 24 milliónir fleiri enn í 2012. Síðan 2005 eru lønirnar í alivinnuni trífaldaðar. Fiskivinnan, bæði á sjógvi og landi, hevði afturgongd. Hýrurnar í 2013 vóru 765 milliónir, og tað eru sjey milliónir minni enn í 2012. Størsta afturgongdin var tó í fiskavøruídnaðinum, har lønirnar vóru 285 milliónir, 19 milliónir færri enn í 2012. Vinnugreinarnar sjóflutningur og flutningur annars høvdu eisini stóra framgongd í 2013. Sjóflutningur vaks 6,9 , meðan flutningur annars vaks 7,8 . Tilsamans vóru lønargjaldingarnar í hesum báðum tænastum meiri enn 600 milliónir. Afturgongd var innan post fjarskifti og fígging trygging. Størsta vinnugreinin, almenn fyrisiting, kommunur v.m., rindaði 1.057 milliónir út í 2013, tað vóru 57 fleiri enn í 2012. Tað er ymiskt frá ári til árs, hvussu gongdin lønarliga er hjá kynunum. Í 2011 fór øll framgongdin til mennirnar, árið eftir var tað javnt býtt, og í fjør fingu kvinnurnar størsta partin av framgongdini. Kvinnurnar áttu 74 milliónir krónur av teimum 110 milliónunum, sum vøksturin var, og menninir fingu írestandi 37 milliónirnar. Framvegis eru tað tó mennirnir, sum forvinna 60 av lønunum og kvinnurnar 40 . Gongdin í lønunum hjá kvinnum og monnum er ymisk. Frá 2004 til 2007 fylgdist vøksturin hjá báðum kynum. Tá afturgongdin byrjaði í 2008 vóru tað bert lønirnar hjá monnunum, sum minkaðu. Lønarparturin hjá kvinnunum stóð í stað. Seinnu árini hevur vøksturin aftur verið javnur. Hjá monnum var besta árið til lønir í 2007, tá teirra partur var góðar 4,4 milliardir. Síðani er lønarparturin hjá monnum minkaður, og seks ár seinni, í 2013, vóru lønirnar hjá monnunum framvegis lægri enn í 2007. Hjá kvinnunum hevur gongdin verið meira støðug. Tí kann staðfestast, at allur vøksturin í lønargjaldinum síðan 2007 er farin til kvinnurnar. Ikki óvæntað arbeiða kvinnur og menn i ymiskum vinnugreinum. Kvinnurnar arbeiða í høvuðsheitum í almennum tænastuvinnum, tað eru heilsu og almannaverk, almenn fyrisiting, kommunur og líknandi. Menninir harafturímóti eru spjaddir yvir fleiri vinnugreinar, men tað er serliga í fiskiskapi, sjóflutningi og bygging, at til ber at tosa um vinnugreinar, har nærum bara menn forvinna sína løn. Gongdin seinastu 11 árini er greið, ein støðugt vaksandi partur av samlaðu lønargjaldingunum kemur frá tænastuvinnum, almennum eins og privatum, meðan parturin frá framleiðsluvinnunum samanlagt er minkandi. Fyri tíggju árum síðani vóru tænastuvinnurnar 60 av lønunum, men seinnu árini eru tær vaksnar til 70 . Pedagogfelagið fer á fund við lønardeildina, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, klokkan 17 í dag. Báðir partar hava sagt, at tað er ikki serliga langt ímillum partarnar. Maud Wang Hansen sigur við útvarpið fyrrapartin, at ósemja er um eina orðing í sáttmálanum. Snorri Fjallsbak, stjóri á lønardeildini, segði við útvarpið í síðstu viku, at hann skilti ikki, hví sáttmálin ikki var undirskrivaður. Hann vildi kortini ikki grundgeva fyri, hví hann hevur ta fatanina. Samráðingarnar millum Pedagogfelagið og almennu arbeiðsgevararnar um nýggjan sáttmála fyri tann, sum fór úr gildi tann 1. oktober, byrjaðu tann 28. august. Landsstýrið ætlar, at kommunurnar skulu yvirtaka eldraøkið á nýggjárinum. Bæði áhugafeløg, fakfeløg og landsstýrisfólk hava fingið fundarboð og harafturat landslæknin, Kommunufelagið, Kommunulæknafelagið og Almannaverkið. Talan er um tvey lógaruppskot, annað sigur, hvussu eldraøkið skal skipast í farmtíðini, hitt er um kommununalt samstarv um eldraøkið. Almannamálaráðið eigur bæði uppskotini. Seinni í ár kemur Fíggjamálaráðið við uppskoti um, hvussu nógvar pengar, kommunurnar skulu fáa úr landskassanum til at reka eldraøkið fyri. Vágs , Sumbiar , Porkeris og Hovs kommunur vilja hava, at allir eldrabústaðir í Suðuroynni verða savnaðir undir einum í eitt eigarafelag, sum allar kommunurnar skulu eiga í felag Í hoyringarskrivi til Almannaráðið í sambandi við umskipanina á eldraøkinum mæla teir fýra borgarstjórarnir til at gera eitt eigarafelag, sum kann eita Eldrabústaðir í Suðuroy, og at felagið skal fáa inntøkur frá øllum kommunum, sum hvør í sínum lagi rinda fyri talið á búplássum, sum tær brúka. Skipanin má broytast, og tað hevur skund, halda Anfinn Olsen, reiðari, Bjarni Arnason, granskoðari og John Rajani, bankastjóri. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum heldur hinvegin, at tað er ongin trupulleiki, at verandi skipan heldur fram eina tíð aftrat. Hoyr kjakið millum Jacob Vestergaard og framsøgumannin hjá Tjóðveldi í fiskivinnumálum, Páll á Reynatúgvu. Tað kann væl hugsast, at nakrar tænastur til tey gomlu verða privatiseraðar, tá kommunurnar yvirtaka eldraøkið. Klaksvíkar kommuna er til reiðar at privatisera summi øki, til dømis reingerð, sigur Jógvan Skorðheim, borgarstjóri í Klaksvík. Saman við Jóhan Christiansen, borgarstjóra í Eysturkommunu og Jógvani í Skorini, borgarstjóra á Eiði, gevur Jógvan Skorheim sítt boð upp á, hvat tey gomlu kunnu vænta sær, tá kommunurnar yvirtaka eldraøkið. Meginparturin av heiliváginum, sum føroyingar keypa á internetinum, virkar ikki. Og í summum førum kann hann vera beinleiðis vandamikil, sigur Richard Schwartsson, farmaceutur hjá Landsapotekaranum. Tollvaldið legði í fjør hald á 242 sendingar av ólógligum heilivági við postinum. Hetta er tað mesta nakrantíð, sigur Kjartan Dam Joensen, leiðari á tolldeildini hjá TAKS. Felagið Føroysk Marknaðarfólk, ið er áhugafelag fyri fólk, ið arbeiða innan marknaðarføring í Føroyum, skipar fyri almennari kapping, har føroyski brúkarin fær møguleika at velja bestu føroysku lýsingarnar í 2013. Tað er nevndin í felagnum, sum hevur tilnevnt tær ymisku lýsingarnar, ið brúkarin nú kann skýra ársins bestu. Talan eru um tríggjar lýsingarbólkar, har einasta kravið var, at lýsingin skuldi vera brúkt ella sædd í Føroyum í 2013. Teir 13 tilnevndu lýsararnir eru limir í Felagnum Føroysk Marknaðarfólk, umframt nakrir aðrir lýsarar, sum nevndin metti, hava gjørt eitt nóg gott arbeiði, til eisini at vera tilnevndir í kappingini. Ársins besta prentlýsing Tann fyrsti bólkurin snýr seg um at kjósa ársins bestu prentlýsing. Lýsingin skal hava verið prentað í prentmiðlum ella sum uttanduralýsing, skelti, plakat og líknandi í 2013. Har eru Atlantic Airways, Auto Service, Elektron, Føroya Tele, Bakaríið hjá Hans Olaf, Vodafone og Tryggingarfelagið Føroyar tilnevnd. Atkvøðast kann í hesum bólkinum á Facebook, umvegis hesa leinkjuna. Ársins besta sjónvarpslýsing Í næsta bólkinum eru BankNordik, Eik Banki, Fótbóltssamband Føroya, Ráðið fyri Ferðslutrygd, Tryggingarfelagið Føroyar og Trygd tilnevnd, fyri at hava skapt ársins bestu sjónvarpslýsing. Ein slík lýsing skal hava verið víst í føroyskum sjónvarpi, biografi, interneti og líknandi í 2013. Atkvøðast kann í hesum bólkinum á Facebook, umvegis hesa leinkjuna Ársins besta marknaðarátak Síðsti bólkurin heiðrar ársins besta marknaðarátaki. Hetta er tað samlaða átakið, ið brúkarin metur rakti best í 2013. Her eru hesir lýsarnir tilnevndir Almannaráðið, Eik Banki, Ráðið fyri Ferðslutrygd, VistFaroeIslands, Tryggingarfelagið Føroyar og Keyp Føroyskt. Atkvøðast kann í hesum bólkinum á Facebook, umvegis hesa leinkjuna. Felagið fer eisini at lata eina serliga virðisløn til ein føroyskan lýsara, sum nevndin metur hevur gjørt eitt serstakt arbeiði innan marknaðarføring í farna árinum. Vinnarnir verða alment kunngjørdir til ársveitsluna hjá Felagnum Føroysk Marknaðarfólk, hóskvøldið, 16. januar 2014. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, ivast í, um tað er rætt, at Norra og ES hava onga felags strategi til makrelsamráðingarnar, sum byrjaðu í London fyrrapartin. Fiskeribladet Fiskaren skrivaði í gjár, at Norra og ES ætlaðu at hava eitt felags tilboð við til samráðingarborðið, men eingin semja er funnin. Samráðingarnar eru eisini taktikkur, sigur Jacob Vestergaard, sum ásannar, at hann var meira bjartskygdur um semju fyri tveimum mánaðum síðani, enn hann er nú. Helle Thorning. Schmidt, forsætisráðharri, verður nú drigin upp í málið, sum kostaði Morten Bødskov starvið sum løgmálaráðharri í desember. Hann legði frá sær, tí hann hevði givið fólkatingsins rættarnevnd skeivar upplýsingar. Eitt skjal, sum rættarnevndin hevur fingið, vísir, at forsætismálaráðið visti um lygisøguna hjá Morten Bødskov longu 19. november. Sambært Morten Bødskov varð ein vitjan hjá rættarnevndini í Christiania í Keypmannahavn avlýst, tí táverandi løgregluovastanum í Keypmannahavn barst frá at vera við. Danski fólkaflokkurin sigur, at hann fer at krevja bæði Helle Thorning Schmidt, forsætisáðharra, og Karen Hækkerup, nýggjja løgmálaráðharran, í samráð um málið. Liberal Alliance sigur, at visti Helle Thorning Schmidt um málið, eigur hon at fara frá. Skrivstovustjórin í forsætismálaráðnum, Christian Kettel Thomsen, sigur í einum tíðindaskrivi seinnapartin, at hann visti einki um lygnina, sum Morten Bødskov segði rættarnevndini. Løgmálaráðið sendi forsætisráðnum uppskot til tíðindaskrivið, sum Morten Bødskov sendi út 19. november. Christian Kettel Thomsen sigur, at hann legði seg ikki út í teldusamskiftið við løgmálaráðið, tí forsætismálaráðið visti einki um málið. Fólk eru farin at keypa heiligvág uttanlands á internetinum. Men tað er ólógligt í flestu førum.Tollvaldið tók í fjør 242 ólógligar sendingar av heiligvági. Tað er tvær ferðir so nógvar í 2012. Næmingarnir í 9. flokki hava munandi størri álit á bankunum, stórfyritøkunum og handils og tænastufyritøkunum. Tey siga seg hava størst álit á kirkju, løgreglu, dómsvaldinum og heilsuverkinum. Og sjálvt um Øssur ræðist hundar, noyðist hann at hjálpa til at leita. Sverre Henmo hevur skrivað søguna Renn. Beinta Clothier lesur Og sjálvt um Øssur ræðist hundar, noyðist hann at hjálpa til at leita. Sverre Henmo hevur skrivað søguna Renn. Beinta Clothier lesur 1. oktober 2013 verða gjøldini fyri ólagaliga arbeiðstíð roknað sum fastir prosentpartar av tímalønini á 11. lønarstigi kvøld 18 prosent, nátt 22 prosent, leygardag 25 prosent. Avtala er eisini gjørd um fráboðan um arbeiðssteðg. Fráboðanin skal vera skrivlig og latin mótpartinum í seinasta lagi 48 tímar undan arbeiðssteðginum. Fráboðanarskyldan umfatar eisini samhugaverkfall. Loysnin, sum ongin tó var serliga fegin um, var einføld Arbeiðsgevararnir sleptu kravinum um at broyta álitisfólkaskipanina, og so datt mótkravið hjá Pedagogfelagnum um ásetingina um sálarligt arbeiðsumhvørvi eisini burtur. Vit vildu ynskt, at politiska skipanin vildi veruligar broytingar á økinum, og tað vildi hon, men tað skuldi ikki kosta eina krónu. Samráðingarnar um nýggjar sáttmálar og tænastumannaavtaluna hava vart í hálvan fimta mánaða.Fyrsti samráðingarfundurin hjá Føroya Pedagogfelag við lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum og KAF var 28. august. Sáttmálarnir fóru úr gildi 1. oktober. 4. desember varð Semingsstovnurin boðsendur, men um kvøldið 19. desember góvu semingsmenninir skarvin yvir. Síðani hevur onki samband verið millum partarnar, fyrr enn Pedagogfelagið bað um fundin, sum var í dag, og sum altso endaði við semju. Tað gjørdi mun, at politikararnir komu upp í samráðingarnar millum Pedagogfelagið, Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Jørgen Niclasen og Heðin Mortensen vóru við á fundinum í gjár. Nýggi sáttmálin er galdandi frá 1.oktober í fjør til 1.oktober næsta ár. Pedagogar fáa somu lønarhækking sum onnur á almenna arbeiðsmarknaðinum. 1.oktober í fjør hækkar mánaðarlønin 190 krónur og 0,9 prosent. 1.oktober í ár hækkar lønin 1,9 prosent. Pedagogfelagið, landið og kommunurnar samdust eisini um, hvussu nógv prosent, vaktargjøldini eru. Og nýggjur lønarflokkur er gjørdur til leiðarar á størstu kommunalu dagstovnunum. Avtala er gjørd um, at arbeiðssteðgur, verkfall ella verkbann, skal fráboðast skrivliga minst 48 tímar frammanundan. Og tað er eisini galdandi fyri samhugaarbeiðssteðg. Men semja fekst ikki um broyting í álitisfólkaskipanini og sálarligt arbeiðsumhvørvi. Sambært Pedagogfelagnum var óloysiligi knúturin, tá Semingsstovnurin kastaði frá sær, at fáa eina orðing í sáttmálarnar um sálarligt arbeiðsumhvørvi. Hesa orðing kravdi Pedagogfelagið fyri eina broyting í álitisfólkaskipanini, sum arbeiðsgevararnir kravdu. Teir vildu hava, at minst fimm limir í Pedagogfelagnum skulu vera á einum arbeiðsplássi fyri at kunna velja álitisfólk. Sambært galdandi sáttmála kunnu trý fólk á einum arbeiðsplássi velja sær álitisfólk. Samráðingarnar hjá Pedagogfelagnum, Fíggjarmálaráðnum og Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum gjørdust drúgvar. Tær byrjaðu 28.august í fjør. 4.desember varð Semingsstovnurin boðsendur. Men um kvøldið 19.desember góvu semingsmenninir skarvin yvir. Í síðstu viku bað Pedagogfelagið um, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum og formaðurin í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum komu upp í samráðingarnar. Tað komu teir klokkan fimm seinnapartin í gjár. Og klokkan átta í gjárkvøldið vóru partarnir samdir um nýggjan sáttmála. Odd Eliasen, stjóri í Havsbrún, vil einki siga um málið nú. Og Sigurð Simonsen, býráðslimur, sum tók stig til at fáa uppsjóvarvirkið bygt, vísir nú til Odd Eliasen. Hann er talsmaður, sigur Sigurð Simonsen. Fyrsta veruliga stigið er tó tikið, tí fyri einari viku síðani varð partafelagið Enni stovnað í Fuglafirði. Enni er stovnað við tí endamáli at seta pengar í nýggja uppsjóvarvirkið í býnum. Felagið ætlar at tekna seks milliónir krónur í partapeningi. Fakfeløg og virki í Fuglafirði stovnaðu felagið, sum saman við Havsbrún, Framherja og møguliga eisini Christiani í Grótinum í Klaksvík skal stovna felag at byggja og reka uppsjóvarvirki í Fugalfirði. Óli Johannesen, formaður í arbeiðsmannafelagnum í Fuglafirði, er formaður í nevndini í Enni, og Sigurð Simonsen er stjóri í felagnum. P f Enni ætlar at eiga tíggju prosent í felagnum, sum skal byggja uppsjóvarvirkið. Tað felagið skal hava 60 milliónir krónur í partapeningi. Íslendski fiskimálaráðharrin, Sigurður I. Jóhannsson, vildi ikki vátta hetta talið, tá íslendska kringvarpið spurdi hann um tað. Men tá hann so varð spurdur, um 11,9 prosent eru í lagi, svaraði hann, at Ísland kann liva við at fáa 11,9 prosent. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, segði við Útvarpið í gjár, at hann er ikki longur eins bjartskygdur og hann hevur verið, nú strandarlondini enn eina ferð samráðast um makrelin. Og íslendski starvsfelagi hansara er heldur ikki bjartskygdur longur. Hann ivast nú í, um nakað kemur burtur úr samráðingunum í London Siguður I. Jóhannsson sigur, at eftir samráðingarnar í London fer Ísland at taka síni stig í makrelmálinum fyri at finna eina loysn. Og sjálvt um Øssur ræðist hundar, noyðist hann at hjálpa til at leita. Sverre Henmo hevur skrivað søguna Renn. Beinta Clothier lesur El linjurnar uttan fyri Havnina, sum fingu skaða í ódnini beint fyri jól, verða í næstum grivnar niður. Linjurnar, sum slitnaðu, tá tekjan reiv á Vinnuháskúlanum í Havn, vórðu umvældar, men tær verða í næstum grivnar niður, nú Sev ger eina vindmyllulund í Húshaga oman fyri Havnina. Nýggja vindmyllulundin verður bygd saman við eini koplingarstøð í Húsahaga, og tað er í tí sambandi, at eitt strekki av netinum verður lagt í kaðal millum koplingarstøðina í Húshaga, Sundsverkið og koplingarstøðina í Varðagøtu í Havn. Eftir jólaódnina í 1988 fór Sev at leggja háspenningarlinjur í kaðalar. Umleið 75 prosent av netinum liggur nú undir jørð, og ætlanin hjá Sev er, at alt netið skal verða grivið niður um átta ár. Í Lesikrókinum í morgun hittu vit Rudolf Joensen, sum er í ferð við at lesa seg ígjøgnum allar bøkurnar, sum hann fekk í jólagávu. Tollmyndugleikarnir vistu, at partafelagið N. Niclasen, har núverandi landsstýrismaðurin, Jørgen Niclasen, eitt skifti var stjóri, fekk vørur útflýggjaðar til at selja uttan at rinda toll. Myndugleikarnir lótu standa til, hóast tollkreditturin varð uppsagdur, og hetta samspælið millum tollmyndugleikan og felagið hjá Jørgeni Niclasen er grundin til, at politiið í 1994 ikki fær prógvað revsiverd viðurskifti. Eigarafeløgini inni á Gøtu og í Hoyvíkshaganum hava nú biðið um fund við Tórshavnar býráð og Umhvørvisstovuna í eini roynd at steðga ætlaða hitaverkinum nærindis Klingruni í Hoyvík. Brian Rosendahl Rasmussen, sum er talsmaður fyri tey, sum búgva Inni á Gøtu og í Hoyvíkshaganum, sigur, at tey fara at gera alt fyri at steðga hitaverkinum. Árni Dahl fekk Heiðursgávu Landsins, sum er 75.000 krónur, og Trygvi Danielsen fekk heiðurin at vera ársins unga listafólk í 2013. Tann virðislønin er 50.000 krónur. Forskúlin skal halda til í nøkrum av hølunum, har Frítíðarskúlin eisini heldur til aðrar partar av degnum. Skúlin og Frítíðarskúlin á Argjahamri eru hvør sín stovnur, sum hava hvør sína leiðslu og fyrisiting. Men stovnarnir samstarva undir somu tekju og í somu kørmum. Marjun Holm, skúlastjóri greiðir frá. Amerikanska umboðsmannatingið hevur samtykt fíggjarlógina, sum semja varð gjørd um fyrr í vikuni, og væntað verður, at senatið fer at gera tað sama. Tí eru útlit fyri semju um amerikansku fíggjarlógini, sum skal galda hetta fíggjarárið, ið endar seinast í september. Semjan er um 6.000 milliardir krónur, og ásetur útreiðslurnar hjá statinum, tað sum eftir er av fíggjarárinum. Tá senatið hevur samtykt fíggjarlógina, kann Barack Obama, forseti, skriva undir hana, so hon kemur í gildi. Umboðsmannatingið samtykti uppskotið við stórum meiriluta. 359 atkvøddu fyri og 67 ímóti uppskotinum, teirra millum vóru tveir demokratar. Demokratarnir hava meiriluta í senatinum, og tí verður neyvan nakar trupulleiki at fáa uppskotið samtykt har. Stór ósemja hevur verið um fíggjarlógina, og ósemjan hevði millum annaða við sær í oktober, at næstan ein millión fólk í almennum starvi vórðu send til hús í 16 dagar í oktober í fjør. 55 prosent av teimum, sum høvdu valrætt, atkvøddu, og sambært eini keldu í innanríkisráðnum hava meiri enn 90 prosent atkvøtt fyri. Fólkaatkvøðan endaði í gjár, og úrslitið verður kunngjørt fríggjadagin. Muslimska Brøðralagið mælti fólki frá at fara at atkvøða. Brøðralagið styðjar fyrrverandi forsetan, Mohamed Mursi, sum herurin koyrdi frá í juli. Nýggja grundlógin ruddar slóð fyri, at Abdel Fattah al Sisi, verjuovasti, kann stilla upp til næsta forsetavalið í Egyptalandi. Enn er ikki ásett, nær forsetaval skal vera. Nýggja grundlógin kemur í staðin fyri hana, sum Mursi setti í gildi, eftir at hann varð valdur í 2012. Tá Mursi skrivaði út fólkaatkvøðu um sítt grundarlógaruppskot, vóru 33 prosent av teimum 55 veljarunum á vali, og av teimum atkvøddu 64 prosent fyri. Fyrsta GLS leiðsluráðstevnan varð hildin í Føroyum í 2008. Tað vóru fólk frá ymiskum kirkjum og samkomum, sum tók stig til at halda stevnuna Hóast Eindarlistin hevur ikki færri enn 15 spurningar til Helle Thorning Schmidt, forsætisráðharra, tá samráð verður í morgin, vænta politiskir eygleiðarar á Christiansborg ikki, at Eindarlistin fer at krevja forsætisráðharran frá. Helle Thorning Schmidt er drigin upp í málið, sum endaði við, at Morten Bødskov legði frá sær sum løgmálaráðharri í desember, tí hann segði ósatt fyri fólkatingsins rættarnevnd um eina ætlaða vitjan hjá rættarnevndini í Christiania í Keypmannahavn. Í gjár kom fram, at táverandi skrivstovustjórin í løgmálaráðnum longu 19. november sendi teldupost til forsætisráðið við uppskoti um, hvussu eitt tíðindaskriv frá Morten Bødskov skuldi orðast. Hetta var tríggjar vikur fyri, at Morten Bødskov legði frá sær 10. desember. Eindarlistin er parlamentariska grundarlagið hjá stjórnini, men politiski blaðstjórin á Børsen, Mads Brandstrup, væntar ikki, at flokkurin fer at krevja, at Helle Thorning Schmidt skal fáa somu lagnu sum Morten Bødskov, sum Eindarlistin í veruleikanum noyddi frá. Mads Brandstrup sigur við danska kringvarpið, DR, at Eindarlistin fer ikki at krevja forsætisráðharran frá, uttan so at tað verður staðfest, at samband hevur verið millum løgmálaráðið og forsætisráðið, og skrivstovustjórin í forsætisráðnum og Helle Thorning Schmidt hava verið við til at orða frágreiðingina, sum Morten Bødskov gav rættarnevndini, áðrenn hann noyddist at leggja frá sær. Í Brunsj greiðir Rólant millum annað frá síni lívsleið og mongu áhugamálum. Hann er uppvaksin á Norðskála, men í løtuni búsitandi í Keypmannahavn, har hann lesur samskifti og sálarfrøði á Roskilde Universitet. Í sendingini verður eisini prátað um Føroysku tónlistavirðislønirnar, ella Faroese Music Awards FMA , sum Rólant fer at samskipa vegna Norðurlandahúsið, Miðlahúsið og Kringvarp Føroya. Fráfaringaravtalurnar hjá almennum stjórum kosta landinum minni enn endurgjaldskrøvini frá stjórum, sum verða koyrdir av politiskum rumbli. Tí kann áheitanin hjá landsstýrismanninum í figgjarmáum á aðalráðini um at gevast við teimum góðu fráfaringaravtalunum koma landskassanum aftur um brekku. Tað er serliga samanfallið millum leiklut hansara sum formaður í Gjaldstovuráðnum ráðið, ið kom í staðin fyri Landsbankan og leiklut hansara sum privatur sakførari hjá Jørgeni Niclasen, sum skal viðgerast í sambandi við ein grein 52 spurning, sum skal svarast skrivliga. Kristina Háfoss, tingkvinna fyri Tjóðveldi eigur fyrispurningin, sum Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, er biðin um at svara. Kristina Háfoss vil millum annað hava landsstýrismannin at vátta, um hann hevur havt formannin í Gjaldstovuráðnum til at arbeiða fyri seg í persónligum málum. Anfinn V. Hansen vendi sær vegna Jørgen Niclasen til ein journalist hjá portal.fo, í sambandi við eina grein um tollmálið hjá N. Niclasen, sum er nógv umrøtt seinastu vikurnar. Kristina Háfoss setur spurnartekn við, um Annfinn V. Hansen kann virka óheftur av landsstýrismanninum sum formaður fyri Gjaldsstovuráðið, og samstundis virka sum sakførari hjá sama landsstýrismanni. Formaður í Gjaldstovuráðnum, og harvið eisini formaður í Samhaldsfasta, sum hevur verið í samráðingum við CIP um at fíggja Eysturoyartunnilin. Jørgen Niclasen skal tó svara, um hann kendi til samráðingarnar millum Samhaldsfasta og CIP, og dupultleiklutin hjá Annfinni V. Hansen og í hesum sambandi. Í morgin verður sjøtul settur á sakarmálið ímóti leiðsluni í gamla Eik Banka. Fíggjarligt støðufesti hevur stevnt gomlu leiðsluni og grannskoðaranum eftir 150 milliónum krónur Teir, sum eru stevndir eftir endugjaldinum, eru fyrrverandi nevndarformaðurin í Eik Banka, Frithleif Olsen, og fyrrverandi næstformaðurin í nevndini, Odd Bjellv g. Endamálið hjá okkum er at veita reina orku, og tí fara vit aldri at skaða heilsuna hjá fólki, sigur Hans Christian Dam, stjóri í Fjarhitafelagnum. Harrin gav og Harrin tók og Harrans navn verið lovað. Jobsbók telist millum heimsbókmentir. Søgan um lívið hjá Job er serstøk og hevur gjøgnum mong ár hugtikið mong, givið svar og veitt linna. Hví er tað ónda til Hvat er tað góða Um Guð er góður, hví forðar Hann so ikki tí ónda at henda Er alt tann bera tilvild ella er ein meining við øllum Nógvir føroyingar hava okkurt tilknýti til Landssjúkrahúsið. Vit fara hagar við smáum snuddum, og tá løstirnir eru stórir. Í dokumentarrøðini fylgja vit nøkrum starvsfólkum á Landssjúkrahúsinum í teirra arbeiðsdegi. Í fjórðu sending eru vit millum annað á barnadeildini, á skurðdeildini og á skaðastovuni. Lagt til rættis Ivan Hentze Niclasen og Bjarni Árting Rubeksen. Talan er dadlur, sum ikki hava stein, í 200 gramm pakkum av merkinum Anglamark, og dadlurnar eru pakkaðar 22. oktober. Vøran er seld í føroyskum handlum. 1. februar verða ES reglurnar broyttar fyri, hvat tú hevur loyvi at hava við at flótandi løgi í handviðføri, og broytingin merkir, at tú nú sjálvur sjálv skalt vísa løgin fyri eftirlitisfólkunum, á sama hátt sum tú higartil hevur tikið reimina úr buksunum, og hevur víst fram fartelefon og farteldu. Flogvøllurin í Vágum sleppur undan krøvunum um stór at skanna viðførið. Men hinvegin er skulu trygdareftirlitisfólkini kanna viðføri hjá 40 prosent av ferðafólkunum, sum verða tilvildarliga vald. Mánadag til fríggjadag fer Norrøna fyrsta túrin av Vági klokkan sjey til Havnar. Mánadag og hósdag verður siglt av Havnini á Vág klokkan 10, og týsdag, mikudag og fríggjadag verður siglt av Havnini klokkan 13. Mánadag til fríggjadag verður siglt norðuraftur klokkan 16, og seinasti túrurin av Havnini mánadag til fríggjadag verður klokkan 19. Leygardag og sunnudag er fyrsti túrur av Vági klokkan hálvgum níggju. Siglt verður av Havnini klokkan 11, og av Vági klokkan 17.30. Seinasti túrur av Havnini til Vágs leygardag og sunnudag verður klokkan 20. Smyril fer at skifta motor, og hann verður eftir ætlan settur í sigling aftur um tríggjar vikur. Skipasmiðjan Mest skal gera arbeiðið Í frágreiðingin sigur Jørgen Niclasen sína søgu um tollmálið, har partafelagið N. Niclasen, sum landsstýrismaðurin var stjóri fyri, fekk vørur útflýggjaðar til at selja, uttan at rinda toll. Christian Andresen hevur vegna Jørgen Niclasen sent Kringvarpinum eina kæru í tíðindaflutninginum í tollmálinum, sum hann sigur vera ærumeiðandi og innihalda grovar skuldsetingar. Her er kæran til Kringvarpið Viðv. tíðindaflutningi um Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum PDF skjal, letur upp í nýggjum kaga Enn er ikki greitt, um landsstýrismaðurin fer at kæra til fjølmiðlanevndina. Jørgen Niclasen hevur í fleiri umførum borið seg undan at viðmerkja tollmálið, tí hann hevur bíðað til frágreiðingin er liðug. Frágreiðingin verður liðug í morgin, fríggjadagin, ella mánadagin. Tá fer landsstýrismaðurin væntandi eisini at svara fleiri spurningum í málinum. Hóast partar av tollmyndugleikunum vistu, at N. Niclasen fekk útflýggjaða vøru uttan at rinda toll, voru tað tollmyndugleikarnir, sum meldaðu felagið hjá núverandi landsstýrismanninum i tollmálum. Eftir ferðsluvanlukkurnar seinastu tíðina halda fleiri, at lýsingarátakið hjá Ráðnum fyri ferðslutrygd kundi verið øðrvísi. Minni skemt og meira veruligar søgur høvdu munað betur, halda fólk. Sí sjónvarpsinnslag, har fólk siga sína hugsan um um átakið, og samrøðu við Brynhild Høgnadóttir, stjóra í Ferðslutrygd, sum var gestur í sjónvarpsstovuni. Ein kanning, sum fólkaskúlaráðið júst hevur almannakunngjørt, vísir, at børn, sum hava gingið í forskúla, klára seg betur í millum annað lesing, tá tey byrja í fyrsta flokki, enn børn, sum ikki hava gingið í forskúla. Hóast Fíggjarmálaráðið og BLF fyri nógvum árum síðani samdust um, at vert er et gera ein serligan sáttmála fyri almennar stjórar, er eingin slíkur sáttmáli komin enn. Og sambært Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum kemur hann ikki í bræði. Fakfelagið hjá búskaparfrøðingum og løgfrøðingum vil millum annað hava greiðar reglur um fráfaringarsamsýningar, sigur Leivur Persson, formaður felagsins. Á Lønardeildini siga tey, at ein stjórasáttmáli skal gerast, tá sáttmálasamráðingar eru. Hann verður ikki gjørdur mitt í einum sáttmálaskeiði. Stjórasáttmálin hevur ikki verið á borðinum í teimum samráðingum, sum hava verið millum Lønardeildina og BLF seinastu árini. Og næstu samráðingar vera ikki fyrr enn næsta ár, tí BLF hevur sáttmála við Fíggjarmálaráðið til 1.oktober 2015. Nú Pedagogfelagið og Fíggjarmálaráðið hava gjørt sáttmála, hevur Fíggjarmálaráðið bara eitt av teimum stóru fakfeløgunum at samráðast við um nýggjan sáttmála. Floksskrivari Fólkaflokins boðaði stutt fyri midnátt í gjárkvøldið frá, at Jørgen Niclasen og sakførari hansara, Christian Andreassen, hava tíðindafund í Miðlahúsinum seinnapartin í dag klokkan trý. Christian Andreassen hevur eisini kært tíðindaflutningin hjá Kringvarpinum og Portal.fo um tollmálið. Kringvarpið er kært til Kringvarpið, og Portal.fo kært er til Fjølmiðlakærunevndina. Her er kæran um Kringvarpið Viðv. tíðindaflutningi um Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum PDF skjal, letur upp í nýggjum kaga MRCC Tórshavn skrivar á sínari heimasíðu, at menn av Tjaldrinum og Brimli, sum hava kannað veiðu og reiðskap hjá skipum, gjørdu eisini eina brúkarakanning fyri Tórshavnradio, meðan teir vóru umborð. Millum annað vórðu skiparar ella stýrimenn spurdir, um teir gjørdu DSC uppkall fyri at royna útgerðina. Bara helvtin svaraði ja. Og tað er spell, sigur Kaj Vágfjall á Fjarskiftiseftirlitinum á heimasíðuni hjá MRCC. Tí tað er eitt krav, at sendiútgerð á skipum verður roynd við jøvnum millumbili. Og sjálvt um Øssur ræðist hundar, noyðist hann at hjálpa til at leita. Sverre Henmo hevur skrivað søguna Renn. Beinta Clothier lesur Hvørja ávirkan hevur ættarbregði á Parkinson sjúkuna í Føroyum Hetta kannar Maria Skaalum Petersen í løtuni, sum í hesum døgum sendir út 150 brøv til avvarðani at sjúklingum sum hava parkinson. Umleið 100 føroyingar hava hesa sjúkuna. Maria Skaalum Petersen fekk í fjør játtað 1 milliónir og 39 túsund krónur frá Granskingarráðnum til hesa verkæltanina. Sunnudagin 19. januar kl. 16.00, verður so í Norðulandahúsinum høvi hjá fólki at hoyra ungu spírarnar, ið nú eru í byrjanini á lívsleið síni sum tónleikarar. Úrslitið av árligu kappingini varð kunngjørt á ársveitsluni hjá Felagnum Føroysk Marknaðarfólk hóskvøldið. Klædnahandlinum Skálkur Man í SMS varð eisini heiðraður fyri millum annað at bróta upp úr nýggjum innan val av lýsingarmodellum. Stevningin í sakarmálinum móti leiðsluni og grannskoðanini hjá gamla Eik banka fyllir 512 síður Og advokatarnir, sum eru við, hava nógv meira enn tað at lesa, áðrenn dómsviðgerðin verður í Føroya rætti. Skjølini fylla fimm stórar flytikassar. Sakførarin hjá Fíggjarligum støðufesti, Carsten Fode, hevur biðið rættin um 30 dagar til dómsviðgerðina. Óvist er, nær dómsviðgerðin verður. Fíggjarligt støðufesti hevur stevnt eftir 150 milliónir krónur í endurgjaldi frá nevndarformanninum í Eik, Frithleif Olsen, næstformanninum Odd Bjellv g, forstjóranum Marner Jacobsen, stjóranum Bjarna Olsen, grannskoðarafyritøkuni Nota og Hans Jóhan Laksá, grannskoðara. Í hvussu so er ein av teimum stevndu hevur stevnt Tryggingarfelagnum Føroyar, tí tað vil ikki gjalda tryggingina fyri kravið hjá Fíggjarligum støðufesti, um Fíggjarligt støðufesti vinnur sakarmálið. Sambært upplýsingum hjá Útvarpinum heldur Tryggingarfelagið uppá, at tað fekk skeivar upplýsingar um roknskapirnar hjá Eik, tá tryggingin fyri 2010, tá Eik fór, varð teknað. Víst verður til, at Fíggjarligt støðufesti sigur, at roknskapirnar hjá Eik søgdu ikki, hvør veruliga støðan hjá bankanum var. Hevði Tryggingarfelagið Føroyar vitað, hvør veruliga støðan var, varð eingin trygging teknað fyri Eik menninar. Katrin Dahl í Hoyvík verður næsti gestur í Meg minnist. Katrin er fødd og uppvaksin í Kvívík, men hevur seinastu 40 árini búð í Hoyvík og kennir seg avgjørt eisini sum hoyvíking. Í Kvívík var hon við í øllum vanligum útiarbeiði, tí oftast vóru bara mamman og tær sjey døtrarnar heima, meðan pápin Christian Danielsen førdi skonnartina Hjørdis og bróðurin Birgir var burturi og læra. Menningin í Hoyvík gekk nógv skjótari enn væntað, og skjótt hildu vit, at ein nýggj bygd í minsta lagi mátti hava skúla, ítróttarhøll og kirkju, sigur Katrin Dahl. Maðurin, sum er sjómaður, harmast um lítla sonin, sum svevur í hjúnarsongini. Hann heldur at børn skulu sova í síni song, men konan elskar at hava øll børnini í songini. Ein maður heldur, at juridiskur abortur skuldi verið ein mannarættur. Hann hevur fingið son við kvinnu, sum segði, hon ikki kundi gerast við barn. So við eitt er hann pápi og skal gjalda til líltan son. Hann heldur at hon lumpaði hann og at fortreytirnar vóru skeivar frá byrjan av. Omman hevur givið ommubarninum teldil í jólagávu. Pápin er skelkaður at omman gevur slíka stóra gávu. Honum dámar als ikki, at børnini brúka tíðina uppá ein teldil. Men hvat skal hann gera Hjún hava fingið fleiri børn høvd í høvd, so tey gera av at konan skal vera heima hjá børnunum. Kvinnan hevur góða útbúgving og hevur arbeitt nógv ár. Men nú, har hon onga inntøku hevur, broytist maðurin púrasta. Hann er gírigur og gevur henni lummapengar og finnist at, hvat hon brúkar teir til. Í sendingini verður prátað um eldgos, jarðskjálvtar, føroyskar gimsteinar og radon stráling, umframt upprunan til áhugan hjá Una fyri jarðfeingi. Uni greiðir eisini frá sínum áhuga fyri tónleiki, frá Føroyar 5.2 verkætlanini hjá Orka, og tí sum er á skránni hjá 200 komandi tíðina. Í einum uppskoti um fíggjarleist, nú eldraøkið skal leggjast til kommunurnar, skjýtur landsstýrið upp, at skatturin frá penasjónsgjøldum verður fluttur beinleiðis til kommunurnar. Talan er um 235 milliónir krónur Hann var fyrstur at skriva um tollmálið og Jørgen Niclasen á portal.fo eitt mál, sum síðani hevur verið nógv umrøtt, og sum hevur fingið Jørgen Niclasen at kæra bæði portal.fo og Kringvarpið. Sveinur Tróndarson er útbúgvin bankamaður, hann hevur verið roknskaparleiðari, og eisini hevur hann starvast sum grannskoðari, millum annað á Grannskoðaradeild Landskassans. Síðani 1998 hevur hann starvast í fjølmiðlunum, millum annað á Sosialinum, Vinnuvitan, Fregnum og Dimmalætting, og nú er hann redaksjónsleiðari á portal.fo. Tað var skeivt av Kringvarpinum at góðtaka, at kommunur sluppu at keypa seg inn í sjónvarpssendingina nýggjársaftan. Tað sigur kringvarpsstýrið í dag. Kringvarpsstýrið hevur viðgjørt og eftirmett tilgongdina við sjónvarpssendingini, sum var gamlaárskvøld. Sendingin hevur verið fyri atfinningum, tí ivi er sáddur um óheftnið hjá Kringvarpinum. Stýrið og stjórin í Kringvarpi Føroya eru samd um, at tað var ein skeiv avgerð av stovninum at góðtaka, at kommunur fingu høvi at keypa seg inn í sendingina, tí tað er ikki í samsvari við andan í kringvarpslógini og reglurnar um góðan fjølmiðlasið. Í kringvarpslógini grein 8, stykki 5 stendur, at kunngerð, lýsing og sponsorering skal verða háttað soleiðis, at greiður skilnaður er millum programminnihald, kunngerð, lýsing og sponsorering, Ongantíð fyrr hava so nógvir føroyingar verið virknir í almenna orðaskiftinum. Við Facebook, tíðindaportalum og øðrum er munandi lættari at vera við nú enn fyrr, men tað er vandi fyri, at tilfarið hvørvur við tíðini, um einki verður gjørt. Rannveig er formaður í Suðuroyar Norðara Dansifelag og var í síni tíð við til at stovna Dansifelag Kaggans. Áhugin fyri dansi varð longu kveiktur, tá hon gekk í skúla í Sandvík. Ein stóran lut í tí eigur lærarin og skyldmaðurin, Jacob Olsen. Longu í eini skrivibók hevur skrivað upp Regin Smið, kanska sum fyrisøgn, og hevur serligan alsk til Sjúðarkvæðini. Upplýsingarnir og umrøðan seinastu vikurnar í hesum 20 til 25 ára gamla tollmálinum broyta ikki mína støðu, skrivar løgmaður í tíðindabrævi fyrrapartin. Kaj Leo Holm Johannesen sigur seg fremst av øllum hyggja at viðurskiftum, sum tey eru í dag, og ta tíðina, Jørgen Niclasen og hann hava samstarvað. Tollmálið snýr seg hvørki um rættarligu ella politisku ábyrgdina hjá Jørgeni Niclasen sum landsstýrismanni í fíggjarmálum, og er tí ikki partur av eftirlitsskyldu løgmans sambært stýrisskipanini. Veruleikin er, at Jørgen Niclasen er valdur í Landsstýrið tríggjar ferðir, og valdur av føroya fólki í Løgtingið seks ferðir síðan tollmálið. Við hesum í huga hevði tað verið eitt sindur margháttligt, at hetta 20 til 25 ára gamla tollmálið skuldi nú havt við sær, at Jørgen Niclasen misti sín landsstýrissess, skrivar Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður. HSF valdi at broyta steypakappingina í ár, soleiðis at liðini eru koyrd í bólkar. Bólkabýtingin er gjørd út frá stigatalvuni í landskappingini. Bólkaspælið í steypakappingini heldur fram til 8 februar, og liggur tí landskappingin still. Aftur í ár skipar venjarafelagið fyri fótbóltskapping fyri øll feløgini í effo deildini. Kappingin er gjørd í samband við at venjarafelagið hevur ársaðalfund, og verður aðalfundurin áðrenn kappingin byrjar. Kappingin er skipað á tann hátt, at liðini eru deild í tveir bólkar, sum eru í gongd samstundis. Hetta verður gjørt fyri at kappingin kann blíva avgreidd so skjótt sum gjørligt. Hetta er ein broyting frá í fjør, tá ein bólkur spældi um morgunin og hin um dagin. Formaðurin í venjarafelagnum, Frankie Jensen, sigur, at hetta er ein gyltur møguleiki hjá leikarum, venjarum og dómarum at gera seg kláran til kappingina. Frankie sigur eisini at øll tíggju liðini í Effo deildini longu hava meldað til. Ætlanin var at hava kappingina seinni á árinum, men einki annað vikuskiftið var tøkt. Kommunalu samstarvsøkini um barnavernd eru nú endaliga skipað. Annika Olsen, landsstýriskvinna, hevur góðkent, at nú verða átta kommunal samstarvsøki um barnavernd. Frammanundan vóru 10 samstarvsøki. Tað var í 2012, at Løgtingið samtykti at áleggja kommununum at skipa seg í færri størri samstarvsøki við freist frá 1. januar 2014. Síðani tá hava fleiri kommunur skipa samstarv um barnaverndarøkið. Nevndin í Havnar Svimjifelag hevur gjørt sáttamála við Rui Magalhaes, boðar svimjifelagið frá í tíðindaskrivi. Portugisiski venjarin var tøkur á marknaðinum, eftir at hava vant portugisiska svimjilandsliðið seinastu seks árini. Nýggi venjarin hevur longu havt møguleikan at vitja og eygleiða 15 kappsvimjarar hjá Havnar Svimjifelag, sum í seinastu viku vóru á venjingarlegu í Reykjavík. Rui Magalhaes byrjar í starvinum 1. februar. Og sjálvt um Øssur ræðist hundar, noyðist hann at hjálpa til at leita. Sverre Henmo hevur skrivað søguna Renn. Beinta Clothier lesur Bjørnin Alfred og hundurin Sámuel vakna ein morgun á loftinum og eru burturgloymdir í einari pappeskju. Har liggja teir saman við øðrum kloddutum toydýrum. Spakuliga fara teir at minnast eitt sindur av tí, sum hendi fyrr í tíðini, tá ið Óla Martin tók teir við sær í song, og ein, sum æt Gerhardsen, var fittur við øll smádýr. Nú vilja teir út í verðina at leita eftir Óla Martini og kanska Gerhardsen Á ferðini verða teir vísir í einum Aftur í pappeskjuna skulu teir ikki Ragnar Hovland skrivaði og Peter Sch ssow gjørdi myndirnar. Randi Kúrberg týddi til føroyskt og Bókadeild Føroya Lærarfelags gav út í 2010. Spurningurin ímorgun var hesin Hava fólk loyvi at banka uppá hjá okkum fyri at selja okkum ymiskt Á hvørjum ári í desember eru fólk á hurðini og bjóða fram ymiskar kalendarar fyri 100 krónur og uppeftir. Nú eitt kvøldi stóð ein maður uttanfyri og spurdi, um vit vildu keypa nakrar teggjur av fiski eitt gott tilboð, men kann man bara soleiðis banka uppá fyri at selja okkurt Ársins leiðari verður kosin seinast í hesum mánaðinum og í dag er seinasta freist at melda leiðarar til. Hetta er tíggjunda árið á rað at ársins leiðarar skulu kjósast, men er ikki vandi fyri at inflasjón kemur í tilnevndingarnar Í útvarpsstovuni var í morgun Ása Andreasen frá felagnum Synergi, sum skipar fyri at finna ársins leiðarar. Ein royndarverkætlan við tveimum serflokkum hevur verið í Venjingarskúlanum seinastu fimm árini. Skúlablaðið skrivar, at verkætlanin hevur roynst sera væl, millum annað tí nógvir næmingar eru komnir víðari í útbúgvingarskipanini eftir at hava verið við í verkætlanini. Emmy S. Joensen, stjóri á Sernámi, sigur, at námsfrøðiliga innihaldið, tilgongdin og skipanin av skúladegnum er alt tillagað til hvønn einstaka næming, og tað er ein orsøk til, at royndarverkætlanin er so væl eydnað og hevur so góð úrslit. Skúladagurin er fastlagdur eftir einum ávísum námsfrøðiligum leisti, sum næmingarnir eru tryggir við og kenna. Flestu teirra hava eina diagnosu, men tað er ikki diagnosan, sum er í miðdeplinum. Tað er umráðandi at tryggja næminginum ein skúladag, har hann kennir seg tryggan og fær avbjóðingar, so hann tilognar sær fakligar, persónligar og sosialar førleikar, sum viðvirka til, at hann fótar sær í skúlanum og kemur at trúgva upp á seg sjálvan, sigur Emmy Joensen við Skúlablaðið. Allir næmingarnar, sum ganga í serflokkunum, hava havt tað sera trupult í vanligu floksundirvísingini og teir eru, av ymiskum orsøkum, ekskluderaðir úr vanliga skúlanum. Fleiri hava lítið og einki gingið í skúla, tá ið teir byrjaðu í serflokkunum. Emmy Joensen sigur, at nógv hava vent sær til Sernám, tí tey ynskja at sleppa at ganga í flokkinum. Og hon heldur tí, at tøvrur er á líkandi tilboðum kring alt landið. Í ár eru 19 dreingir og 1 genta í serflokkinum, og teir eru býttir sundur í ein yngra og ein eldra flokk. Starvsfólkini eru 7 í tali, 5 lærarar, 1 læraravikarur og 1 námsfrøðingur. Leygardagin 11. januar varð skipað fyri ráðstevnu um landbúnað. Ráðstevnan var í Klaksvík, og um kvøldið var orðaskifti, ið útvarpið festi á band. Men fyri Bjarna er hendan støðan ikki óvand, tí hetta var eisini støðan tá ÍF í fjør vann føroysku steypafinaluna 3 2 á SÍ, sum hevði ført 2 0. Í javnbrótaranum legði Tromsø seg framum 9 5, men leiðslan minkaði aftur niður til eitt stig við støðuni 12 11. Tromsø vann tó at enda. Fimta settið endaði 15 13. BK Tromsø er felagið har Rúni Weihe var ein av stóru spælarunum fyri nøkrum árum síðani. Rúni Weihe vann bæði meistaraheitið og steypakappingina við Tromsø Maðurin hevur greitt løgregluni frá, at æltan hansara var at fara til USA at hitta eina kvinnu, sum hann hevði fingið samband við á internetinum. Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini sigur, at maðurin hevur greitt frá, at eftirsum hann ikki fekk innferðarloyvi, royndi hann ístaðin at sleppa ólógliga inn í USA. Hann fór úr rumenska høvuðsstaðnum, Bukarest, til London síðst í novembermánaði, og fáar dagar seinni víðari við flogfari til Íslands. Hann helt seg hava møguleika at sleppa til USA uttan innferðarloyvi um hann fór umvegis Kanada. Men so var ikki, og tí fór hann aftur til Íslands. Løgreglan í Íslandi tekur ímóti honum, tá hann í dag kemur til Íslands. Hann er skuldsettur fyri stuldur har. Løgreglan í Føroyum ger ikki meira við málið. Seinnapartin í morgin verður fundur millum løgmann og danska forsætisráðharran Helle Thorning Schmidt í Keypmannahavn. Tað frættist á Løgmansskrivstovuni fyri lítlari løtu síðani. Á fundinum fara løgmaður og danski forsætisráðharrin millum annað at umrøða silda og makrel málið, útlendingamál, SIFI bankar og marknaforðingar millum Føroyar og Danmark. Í Danmark skal løgmaður eisini hitta Margrethu drotning. Við tað, at Heilsumálaráðið visti, at Romeo Tibobos var innlagdur á donskum sálarsjúkrahúsi fyri føroyska rokning, góðtók heilsumálaráðið rokningina. Á fundinum fara løgmaður og danski forsætisráðharrin millum annað at umrøða silda og makrel málið, útlendingamál, SIFI bankar og marknaforðingar millum Føroyar og Danmark. Ætlanin er, at meginparturin av fíggingini, 235 millónir krónur, skulu koma frá inntøkunum, sum landið hevur fingið við at forskatta pensjónir. Edmund Joensen sigur í lesarabrævi á heimasíðuni hjá Norðlýsinum og á Vágaportalinum við yvirskriftini Høgni Hoydal er bumban undir vælferðini Pensjónsuppspararar skulu hava frið, og tey eldru skulu hava ein tryggan aldurdóm. Tað er veruligur sambandspolitikkur. Skil má koma á aftur skrivar fólkatingumboðið hjá Sambandsflokkinum. Hetlandsrennan er ein djúp renna, sum liggur millum føroyska landgrunnin og hetlendska landgrunnin. Gjøgnum hesa rennu rekur heitur sjógvur úr Atlantshavi í ein landnyrðing móti teimum køldu høvunum norðan fyri okkum og í Arktis. Í 2013 kom ein vísindalig grein, sum samanfataði úrslitini og metti um bæði miðalrák og tær broytingar, sum hava verið seinastu 20 árini. Og so hava Tummas og Vilmar Mouritzsen umrøtt nakrir lutir frá størstu tøknimessuni í heiminum CES í Las Vegas. Eisini hava skemtararnir Høgni og Berny verið á gátt og prátað eitt sindur um teirra show. Síðani hevur sálarfrøðingurin Tóra Petersen, sum eisini var við í sístu sending, tosað atburð í samband við skelkandi hendingar. Niels Uni sigur sína hugsan um útgávuna, og harumframt verða allir sangirnir spældir í sendingini, so lurtarin eisini kann gera sína egnu meting av útgávuni. Og sjálvt um Øssur ræðist hundar, noyðist hann at hjálpa til at leita. Sverre Henmo hevur skrivað søguna Renn. Beinta Clothier lesur Bjørn Kunoy, løgfrøðiligur ráðgevi hjá Uttanríkistænastuni á Løgmansskrivstovuni, er leiðari hjá føroysku donsku sendinevndini, sum umboðar ríkið í málinum um WTO gerðarrætt móti ES. Til 1.desember í fjør var alifiskur útfluttur fyri tvær milliardir og 260 milliónir krónur, sum eru góðar 600 milliónir meira enn í 2012. Uppsjóvarfiskur, so sum makrelur og sild, varð seldur fyri eina milliard og 320 milliónir til 1.november. Og tað er sama tal sum í 2012. Sambært tølum hjá Hagstovuni varð botnfiskur, so sum toskur og upsi, útfluttur fyri eina milliard og 113 milliónir krónur í fjør, sum eru góðar 60 milliónir minni enn í 2012. Til 1.desember í fjør útfluttu Føroyar fyri fimm milliardir og 660 milliónir krónur, yvir 490 milliónir meira enn í 2012. Vøksturin var tíggju prosent. Samstundis minkar innflutningurin. Hann var góðar 480 milliónir minni í fjør enn í 2012. Minkingin er átta prosent. Munurin millum útflutning og innflutning tódnaði næstan eina milliard í fjør. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fer í staðin fyri at biðja løgtingið um loyvi til at langtíðarleiga eitt havrannsóknarskip. Langtíðarleigan kann vara upp í 20 ár, og avtalan skal bjóðast út alment. Sambært lógaruppskotinum, sum varð viðgjørt á landsstýrisfundi í gjár, skal landsstýrismaðurin í avtaluni um langtíðarleigu tryggja sær rætt at keypa havrannsóknarskipið. Við manning, viðlíkahaldi og rakstri er roknað við 10,5 milliónum afturat, og oljan er mett at kosta hálva triðju millión um árið. Landið kann tí, sambært lógaruppskotinum, í mesta lagi brúka 25 milliónir krónur um árið til havrannsóknarskipið. Landið skal leiga havrannsóknarskipið í níggju mánaðir um árið. Tá lógin, sum nú er send samgonguflokkunum til hoyringar, er komin í gildi, fer lógin frá juni í 2011 um av byggja havrannsóknarskip úr gildi. Spurningurn er Vit eru tvey, sum ætla okkum til Noregs at arbeiða og vilja fegin vita, um kunningartænastan Hallo Norðurlond kann upplýsa okkum um nøkur praktiskt viðurskifti, sum til dømis hvar kunnu vit finna arbeiði, skulu vit søkja um arbeiðs og uppihaldsloyvi, áðrenn vit fara úr Føroyum og hvar skulu vit rinda skatt Annita á Fríðriksmørk, frá Halló Norðurlond, svarar Johan í Kollafirði grundgevur millum annað soleiðis fyri, at hann vildi hitta Fróða Helmsdal og Eyðun Ellendersen Í 1991 bleiv eg sendir á Velbastað til avvenjingar. Tað var ikki akkurát sakin, tí eg hevði ein id um, at edrú fólk vóru tað sama sum keðilig fólk. Á Velbastað arbeiddu teir báðir coolastu fýrarnir, eg nakrantíð havi møtt. Teir vóru eitt Team, har hvør var skrappari enn hin. Tann eini gekk í svørtum, strømmum coolum klæðum líktist einum hitman úr einum cowboy filmi , og hin gekk regulert í cowboy outfit sá út sum ein garvaður sherif . Teir dugdu ALT, øll triks, blivu simpelthen mín fyrimynd uppá, at hviss man skal blíva tann besti you name it, so má man vera edrúur og hava nøkur lík í lastini Millum tey, sum búgva á Stykkinum, eru hjúnini Veronica og Diaba Andrias á Lað. Hon er úr Namibia og hann úr Havn. Tey eru júst komin heimaftur eftir at hava verið fimm vikur í Namibia, har tey hava hildið jól og nýggjár. Hjalmar Norðberg Poulsen setti fyri tveimum árum síðani ein fastbrenniketil upp, og hann hevur minkað nógv um oljunýtsluna. Nú hevur Hjalmar keypt eina vindmyllu úr Skotlandi, og málið er at hita øll húsini upp uttan ein litur av olju. Hjalmar heldur, at landið hevði spart milliardir, um øll løgdu um til hitapumpu og grøna orku. Yngstu hjúnini á Stykkinum eru Maiken og John við Skipá, sum bæði eru vaksin upp í høvuðsstaðnum. Tey eiga eini eldri hús á Stykkinum, og her trívast tey sera væl. Maiken er tann yngsta í bindiklubbinum á Stykkinum. Jón Carlsson, sum júst er farin frá fyri aldur sum politistur, vísir okkum runt á Stykkinum og greiðir frá bygdini. Hann sigur, at hann fer ikki at keða seg eina løtu, tí nógv er at tríva í á Stykkinum. Sambært tíðindaskrivi frá Tórshavnar Kommunu, er illgruni um, at handfaringin hjá leiðaranum av ávísum fíggarligum viðurskiftum ikki farin rætt fram. Talan er tíðarskeiðið frá 2012 2013. Ert tú arbeiðsleys ur, kanst tú koma til eina samrøðu við ein málsviðgera og millum annað fáa vegleiðing um, hvussu tú søkir arbeiði. Eisini hevur tú møguleika fyri at sleppa á ymisk førleikagevandi skeið. Hetta stendur á heimasíðuni hjá Arbeiðsloysisskipanini. Nú fara tey á ALS at broyta hetta nakað, við at tey fara út at heilsa uppá tey arbeiðsleysu. fortelja teimum møguleikarnar tey hava við eftirskúling og at fáa arbeiði. Høgni í Stórustovu, deildarleiðari hjá ALS, greiðir her frá møguleikunum í ALS Tað eina húsið í bygdini hevur staðið í tveimum øðrum bygdum, áðrenn húsið varð reist í Mykinesi. Á einum fjalli dansaðu mykinesfólk føroyskan dans Jóanssøkunátt til sólin reis. Søgurnar, um tey mongu staðarnøvnini í Mykinesi, eru nógvar. So nógvar, at tær nú eru savnaðar og fleiri enn 1.000 staðarnøvn í Mykinesi eru skrásett í talgilda kortinum. Ein roynd verður nú gjørd, til tess at varðveita vitanina um tey mongu staðarnøvnini, sum fólk í Mykinesi hava um tey ymisku støðini í oynni. Síðani 2006 eru staðarnøvn í Mykinesi skrásett og goymd talgilt. Harumframt eru eisini viðmerkingar skrivaðar um tey ymisku støðini í Mykinesi, soleiðis at til ber at lesa meira um staðarnøvnini, sum til dømis eitt av staðarnøvnunum í Mykineshólmi sí mynd . Tað eru fyrst og fremst íbúgvarnir í Mykinesi, ið sjálvir hava skrásett tey mongu staðarnøvnini í samvirkna, talgilda kortinum. Fólk í Mykinesi kunnu seta nýggj staðarnøvn á kortið og eisini dagføra tey støðini, sum longu eru skrásett. Studentaskúlalærarin, Steingrím Abrahamsen, ið hevur staðið á odda fyri verkætlanini, sigur, at sum frálíður verður kanska eisini gjørligt hjá øðrum fólkum, enn teimum í Mykinesi, at leggja afturat staðarnøvn í samvirkna, talgilda kortinum. Tú kanst fáa meira at vita um tey ymisku staðarnøvnini við at førka músina á teir ymisku prikkarnar á kortinum. Zooma inn og út í vinstra bredda á kortinum. Drag kortið fyri at flyta vindeygað , ið víst verður. Í dag kl.14.00 er opið hús í Norðurlandahúsinum har fyritøkur, fyriskiparar og listafólk kunnu uppliva húsið, men hvat hevur húsið at bjóða, umframt tiltøk og framsýningar av ymsum slag Íí útvarpsstovuni í morgun var Ann Ellingsgaard,sum arbeiðir sum projektleiðari í Norðurlandahúsinum. Vinnumálaráðið søkir nú eftir stjóra til Strandfaraskip Landsins. Nýggi stjórin skal tryggja eina skilagóða og munadygga fíggjarstýring. Á Strandfaraskipum Landsins eru 123 fulltíðarstørv. Starvsfólkini hava rættiliga ymiskar útbúgvingar og førleikar, og ein stórur partur av teimum arbeiðir í skiftandi vaktum. Á heimasíðuni Tinganes.fo sigur løgmaður undir yvirskriftini Frá svartskygni til bjartskygni , at samfelag okkara er á rættari kós. Fólkatalið veksur aftur, arbeiðsloysið er lágt og lækkar, bruttotjóðarúrtøkan veksur, fleiri løntakarar eru í privata vinnulívinum og samlaðu lønargjaldingarnar veksa. Búskapur okkara stendur á tryggari grund, sigur løgmaður, men spurningurin er, um vit hava orsøk vera so bjartskygd, sum løgmaður er. Hermann Oskarsson metir um niðurstøðu løgmans, og gestir í sjónvarpsstovuni eru Kristina Háfoss, næstforkvinna og Bárður á Steig Nielsen, formaður í løgtingsins fíggjarnevnd. Bogi Godtfred er vertur í Kjakinum eftir Dag og Viku. Kjakið um forskúlar er byrja aftur, nú ein forskúli aftrat verður settur á stovn í Føroyum. Tað er skúlin á Argjahamri, sum hevur ætlanir um, at seta á stovn ein forskúla. Bæði formaðurin hjá Pedagogfelagnum Maud Vang Hansen og formaðurin í lærarafelagnum Herálvur Jacobsen hava í greinum á heimasíðunum hjá feløgunum, ákært hvønn annan fyri ikki at virða tað arbeiða, sum verður framt á ávikavíst skúlunum og dagstovnunum. Ósemjan snýr seg millum annað um, hvørt umhvørvið í dagstovnunum ella umhvørvið í forskúlunum er mest mennandi fyri tey seks ára gomlu børnini. Men samstarvið millum lærarar og pedagogar riggar væl fleiri staðnis í landinum. Millum annað samstarvið um grundskúla millum Barnagarðin á Svangaskarði og Tofta skúla. Á heimasíðuni hjá Nes kommuna stendur, at ein verkætlan byrjaði í 2013 millum barnagarðin og skúlan um málsligu menninginga hjá teimum 6 ára gomlu børnunum, og á einum eftirmetingarfundi var niðurstøðan, at verkætlanin hon gingist væl. Barnagarðurin á Svangaskarði og Tofta skúli hava havt eitt gott óformelt samstarv um skúlabólkin hjá barnagarðinum í fleiri ár, men í 2013 var farið undir eitt meiri formligt samstarv. Endamálið er at byggja brýr millum barnagarð og skúla, samstundis sum at fakbólkarnir samstarva á námsfrøðiligum grundarlagi, skrivqar Nes kommuna. Talan er um málsliga menning gjøgnum spæl. Málspølini er so eisini ein kendur partur av undirvísingini í byrjanini av 1. flokki. Verkætlanin er skipað soleiðis, at frá januar mánað er komandi føroysktlærarin hjá børnunum knýttur til arbeiðið í skúlabólkinum, í barnagarðinum nakrar tímar um vikuna, og tá ið børnini byrja í skúla í august, er námsfrøðingurin knýttur til arbeiðið í 1. flokki í skúlanum nakrar tímar um vikuna. 38 ára gamli maðurin skumpaði og slóg ein 66 ára gamlan mann, so at hesin datt og smekkaði høvdið í ein barrdisk, áðrenn hann small í gólvið og fall í óvit. 66 ára gamli maðurin raknaði tó við aftur løtu seinni. Men góðar tveir dagar seinni, varð hann funnin deyður heima hjá sær sjálvum. Niðurstøðan hjá líkskoðaranum var, at 66 ára gamli maðurin er deyður av skaðanum, hann fekk, tá hann smekkaði høvdið í barrdiskin. 38 ára gamli maðurin verður tó ikki ákærdur fyri óviljað manndráp, tí talan var ikki um harðskap av serliga grovum slag. Talan var um skump og sløg, og tað kemur undir vanligan harðskap. Uppskot til løgtingslóg um Søvn Landsins og uppskot til løgtingslóg um broytingar í ymiskum løgtingslógum á savnsøkinum til hoyringar. Fyri at gera tað lættari at síggja, hvussu uppskotini koma at broyta ymisku løgtingslógirnar á savnsøkinum, eru broytingarnar settar inn í viðkomandi løgtingslógir niðanfyri Farnu mánaðirnar hevur verið arbeitt við at fyrireika ein føroyskan listaháskúla. Vit hitta tveir av fyrireikarunum, Katrinu í Geil, designara og íverkseta, og Joel Cole, listarmann, og spyrja eitt nú hvat er endamálið, og hvussu langt verkætlanin er komin. Eisini hitta vit Hansinu Iversen, listakvinnu, sum hevur verið við til at fyrireika listaháskúlan eins og Martin Mouritsen, musikskúlastjóra, um royndirnar við bygnaði musikskúlans. Og í mentanarálmanakkanum frætta vit um eitt nú nýggja íslendska filmin Málmhøvd, ið Birgir Kruse hevur sæð, eins og Bo Isholm sigur okkum um blásara og orkesturdagar Tórshavnar Musikkskúla. Talan er um eitt serstakt norðuratlantiskt samstarv, og Frigg festivalurin verður sýnisgluggi fyri bæði nýggj og kend donsk, íslendsk, grønlendsk og føroysk tónleikanøvn. Landsstýrismaðurin sigur seg hava fingið ábendingar um, at privat feløg eru áhugað í at fíggja byggingina av nýggjum havrannsóknarskipið. Føroyska landskappingin byrjar hálvan mars og endar seint í oktober mánaði. Í samráð við feløgini hevur Kappingarnevndin gjørt av, at Stórsteypadysturin, sum í ár verður millum HB og Víking, verður spældur í Havn sunnudagin 9. mars. Komandi sunnudag er fyrra steypakappingin í estetiskum fimleiki. Kappingin byrjar kl 13 og verður í høllini á hálsi í Tórshavn. 26 lið eru meldað til. Liðið eru mannað soleiðis Havnar Fimleikafelag 10 lið Støkk 7 lið Ljósið 6 lið Flog 3 lið Kappast verður í bólkunum Pinkur, smágentur, gentur, kvinnuunglingar og kvinnur. Kl 13 verður byrjað við pinkum og smágentum, og eftir at tann heiðursmerkjahandanin er liðug umleið kl 16, heldur kappingin á víðari. Seinna steypakappingin verður 15 marts í ítróttarhøllini á Kambsdali. Hetta var síðsti møguleiki hjá evnaríku Anju Johansen at skjóta kravið enn einaferð. T fyri einari viku síðani skeyt Anja 560 stig, sum er minsta krav til at verða við til HM. Tó er tað soleiðis at kravið skal klárast tvær ferðir. Men í kvøld gjørdist Anja Johansen tíverri 5 stig ov stutt til at klára kravið.Tað hevur verið sera áhugavert at fylgt við Anju, sum bert hevur skotið í fá ár. Hon klárar seg misjavnt til tær heimligu kappingarnar, og hevði sett nøsina upp í móti at luttaka í HM. Anja Johansen er sera hørm um at hon ikki megnaði kravið, men sigur tó at hetta kann geva henni ró at hugsavna seg um ta heimligu kappingina. Hóast Anja Johansen í kvøld er ørg, so hevur hon ikki mist mótið. Hon ætlar sær at royna kravið aftur í vetur. Anja Johansen skjýtur fyri Vágaskot. Eggaba Andreasen er venjari hjá henni meðan Annika Vang, sum millum annað hevur vunnið fleiri gull heiðursmerki fyri Føroyar á oyggjaleikum, hevur lagt henni lag á. Og sjálvt um Øssur ræðist hundar, noyðist hann at hjálpa til at leita. Sverre Henmo hevur skrivað søguna Renn. Beinta Clothier lesur. Byggivinnan innflutti eisini meira í fjør enn árið fyri. Byggitilfar fyri 389 milliónir krónur varð innflutt í fjør. Vøksturin er 18 prosent. Men maskinur og amboð tóku ikki so nógv pláss á farmaskipunum í fjør sum í 2012. Maskinur og amboð fyri 358 milliónir komu til landið í fjør. Tað eru 54 milliónir, 13 prosent, minni enn í 2012. Olja og bensin kostaðu eisini minni í fjør. Til 1.desember keyptu Føroyar brennievni fyri eina milliard og 155 milliónir krónur, sum vóru 80 milliónir minni enn í 2012. Í máltáttinum í morgun tosaðu vit um nýggj orð, nú vit eru farin inn í eitt nýtt ár. Nøkur dømi um útlendsk orð sum eru komin í málið eru smartphone, teldil, cookie, chatforum og app. Hava vit nøkur føroysk orð fyri seg heiti og hvat skal til fyri at vit taka føroyska orðið til okkum Málsligi ráðgevarin í morgun var Vár í Ólavsstovu Orð sum vóru til umrøðu í morgun vóru millum annað hesi chatforum n teld kjatttorg h at kjatta smartphone n snildfon k cookie n teld farspor h eisini browser cookie Jakup Zachariassen og Lena Anderssen hava skrivað Make This Life A Dance. Sangurin er nummar 1 á ECMA listanum í Írlandi, Hollandi og Svøríki. Leygardagin, 8 februar, fer felagið hjá Íslendingum og íslendingavinum í Føroyum, Fróbn, at halda árliga orrablót. Formaðurin í Frón, B jørn Elison, var í morgunsendingini fyri at greiða frá um orrablót. Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur givið alifelagnum Luna í Vágum loyvi at leggja út tríggjar aliringar í Hestfjørð út fyri Velbastað. Luna hevur loyvi at ala í Hestfirði, frá Kirkjubønesi og til Miðvágs, og Alti Gregersen, stjóri sigur kvf.fo, at hetta verður gjørt sum royndarverkætlan fyri at vita, um fiskur yvirhøvur trívist í harða streyminum út fyri Velbastað. Morgunsendingin var við, tá Jan Fossaberg og Herbert í Lon gjørdu kanningar í Djóna í Geilgøtu. Tað vóru í stóran mun bilar, ið vóru ávegis í Eysturskúlan við børnum, sum vórðu steðgaðir Hesir pengar eru mistir, heldur Fíggjarligt støðufesti uppá, at teir stevndu í Eik leiðsluni í Føroyum, stjórar og nevndarformenn, hava endurgjaldsábyrgd. Pætur Marjunarson Dahl, heimspekingur, Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum og Marjun Bæk, prestur, heilsa uppskotinum um at fáa eitt Etiskt ráð í Føroyum vælkomnum. Men tað eigur ikki at vera landsstýrið, sum velur allar limirnar í ráðnum. Ein onnur útveljing má gerast fyri at tryggja fakliga breidd og at forða fyri, at ráðið verður ov heft at skiftandi landsstýrum, halda tey. Fólkatalið í Føroyum er vaksið. Í fjør gjørdust vit 170 fleiri samanborið við árið fyri, vísir seinasta teljingin hjá Hagstovuni. Orsøkin til vøksturin er, at færri flyta av landinum. Men enn er alt ov tíðliga at siga, um talan er um eina varandi minking í fráflytingini, sigur Eyðfinnur Finsson, samfelagsfrøðingur á Hagstovuni. Fakligu krøvini til almennu fyrisitingina í Føroyum eiga at vera størri og strangari enn í størri samfeløgum, heldur Løgtingsins Umboðsmaður. Tann skaðin, sum ein lítil og fáment fyrisiting kann gera í einum lítlum samfelag, er munandi meira umfatandi enn í einum størri samfelag, har valdsbýtið er breiðari. Hoyr kjakið millum Løgtingsins Umboðsmann, Sólju í Ólavstovu, løgmansstjóran Marjuna Hanusardóttir og stjóran í Kommunufelagnum, Eyðun Christiansen. Føroyska samfelagið hevði fingið nógv størri úrtøku burturúr fiskivinnuni, um hon var marknaðarstýrd. Skip og reiðarí skulu keypa fiskirættindi heldur enn at fáa tey sum gávu frá landinum, sigur Jóannes Jacobsen, búskaparfrøðingur og fyrrverandi skrivari í Búskaparráðnum. Hoyr eisini Andras Kristiansen, deildarstjóra í Fiskimálaráðnum, Aksel V. Johannesen, formann í Javnaðarflokkinum og Alfred Olsen, tingmann fyri Sambandsflokkin, sum eisini er formaður í Vinnunevndini hjá Løgtinginum. 71 túsund tons av feskfiski vórðu avreidd í fjør, og er tað so lítið, at leitast skal aftur til kreppuárini fyrst í 1990 unum fyri at finna líknandi tøl, skrivar Hagstovan á heimasíðuni. Væl minni av upsa varð avreitt í 2013. Meðan toska og hýsunøgdin hevur verið lág seinastu nógvu árini, hevur upsafiskiskapurin annars verið betri. Av toski varð avreitt áleið tað sama í 2013 sum í 2012. Her er toskurin, sum varð fingin á Flemish Cap við í tølunum. Kvotan á Flemish Cap í 2013 var 3.100 tons. Hon er áður ikki komin gjøgnum avreiðingarskipanina. Hýsunøgdin vaks 20 í mun til fyrraárið, men er enn lág. Í fjør vórðu bert avreidd góð 3.000 tons, samanborið við um 20.000 tons í miðal árini 2001 2007, skrivar Hagstovan á heimasíðuni. Tølini fyri feskfiskaveiðuna fevna um feskfisk hjá føroyskum skipum, sum er farin um avreiðingarskipanina, tó er uppsjóvarfiskur undantikin. Í 1998 varð málið fyrstu ferð til viðgerðar, uttan at nøkur broyting varð sett í verk. Í desember 2011 varð málið aftur til viðgerðar, og tá varð samtykt at halda seg til friðingartíðina upp á 30 ár, tó so, at gingu meira enn 30 ár millum gravsetanir, so kundi loyvi verða givið, um avvarðandi vildu tað. Kirkjugarðurin í Buð í Klaksvík hevur góða skráseting. Og hjún, sum viljað jarðast í somu grøv, skulu boða gravaranum frá tí, tá tann fyrri skal jarðast, tí tá verður grøvin grivin djúpari enn ein metur og 80, sum vanligt er, sigur býarverkfrøðingurin, Heri Hammer. Í dag er pláss fyri 100 gravum aftrat. Kommunan hevur í ár sett av ein miljón krónur til at útbyggja kirkjugarðin við 300 gravum aftrat. Klokkan 23 58 mikukvøldið fekk alarmsentralurin í Havn fráboðan um, at eldur í stállínuskipinum Pison, ið lá við bryggju í Leirvík. Sløkkiliðið hjá Eysturkommunu var skjótt á staðnum og klokkan hálvgum trý varð eldurin sløktur. Ein 47 ára gamal maður, sum var staddur umborð á Pison, doyði av løstunum, hann fekk í samband við eldsbrunan. Tey avvarðandi eru kunnað um hendingina. Fyribils kanningar á staðnum vísa, at eldurin er kyknaður miðskeiðis í skipinum í bagborðssíðu. Enn er ikki møguligt at siga nakað um ørsøkina til eldsbrunan. Serkøn fólk frá Ríkispolitinum koma til Føroya seinnapartin í dag at gera kanningar um borð á Pison. Tann 47 ára gamli maðurin, sum doyði í eldinum, var úr Havn. Maðurin, ið lat lív í eldsbrunanum, var ein av manningini á Pison, og hann var einsamallur umborð í gjárkvøldið, upplýsir politiið. Fyribils kanningar á staðnum vísa, at eldurin er kyknaður miðskeiðis í skipinum bakborðsmegin. Enn fær politiið tó ikki sagt nakað um orsøkina til eldsbrunan. Serkøn fólk frá Ríkispolitinum koma til Føroya seinnapartin í dag at gera kanningar um borð á Pison. Tann 47 ára gamli maðurin, sum doyði í eldinum, var úr Havn. Tórshavnar kommuna hevur meldað Levi Mørk til løgregluna. Tórshavnar kommuna boðaði týsdagin frá, at hon kannaði raksturin hjá Frítíðarskúlanum í Hoyvík og Klubb 188 í 2012 og 2013. Úrslitið av hesi kanningini er, at handfaringin av ávísum fíggjarviðurskiftum elvdi til grundaðan illgruna um, at alt er ikki farið rætt fram. Kommunan bað tí løgregluna kanna málið. Sambært roknskapinum hjá Frítiðarskúlanum í Hoyvík vóru fram til november í fjør brúkt 63 prosent meira enn játtanin var. Í 2012 helt játtanin hjá Frítiðarskúlanum í Hoyvík. Í november í fjør hevði Klubb 188 brúkt 11 prosent meira enn játtanin var í fjør. Og í 2012 stóð tann játtanin á minus 21 prosentum. Um hetta er orsøkin til illgrunan hjá kommununi fæst ikki at vita haðani. At Levi Mørk nú býr í Vági ger, at hann ikki longur er varamaður hjá Javnaðarflokkinum í Tórshavnar býráði. Levi Mørk var býráðslimur í Havn frá 2009 til 2012. Í verandi valskeiði hevur hann verið inni sum varalimur, tí hann gjørdist áttandi maður á listanum hjá Javnaðarflokkinum í Tórshavnar kommunu á kommunuvalinum í 2012. Norra og ES eru sinnað at lata Føroyum og Íslandi meira enn higartil, men sum skilst ikki nóg mikið til at Føroyar kunnu góðtaka tað. Nýggja rákið í bókmentunum í dag er, at múrarnir millum tað privata og almenna er brotið niður. Og privatlívið er ikki eitt fiktivt univers, men teirra egna privatlív, sum verður lagt fram. Bergur Djurhuus Hansen er í lesikrókinum í morgun. Annar bilurin fór oman av vegnum, og hin endaði á einum garði. Ein maður var í øðrum bilinum og tveir í hinum. Allir vórðu koyrdir á Landssjúkrahúsið, men sambært politinum fekk eingin teirra álvarsligt mein av óhappinum. Morgunsendingin tosar við Tove Jakobsen, forkvinnu, og Niels Winther,kórleiðara. Tiltakið, sum er útselt, verður í Norðurlandahúsinum hóskvøldið 30. janaur. Men at tað er neyðugt at raðfesta, og tí stendur náttúruvísindarliga øki fyri tørni fyrst. Í fyrsta umfarið verður dentur lagdur á støddfrøði, alis og evnafrøði og síðani kunningartøkni. Fyri góðum trimum árum síðan tóku um 20 lærarar prógv sum orðblindalærari, og flestu teirra arbeiða aðrastaðni enn í fólkaskúlanum, tí teir vóru útbúnir til at undirvísa vaksnum, sum eru orðblind. Útbúgvingin, sum nú fer av bakkastokki, fatar um alt økið, bæði fólka og miðnámsskúla umframt vaksnamanaundirvísing, og hon byrjar í heyst, sigur Bjørn Kalsø. Gráa músin skal burtur, tú skalt finna tína stílkjarnu og tú skalt kenna teg væl til passar. Sunneva Thorsteinsson fer nú at læra fólk at finna sína serstøku stílkjarnu. Sunneva Thorsteinsson var gestur í sendingini Góðan Morgun Føroyar Á midnátt fekk alarmsentralurin í Havn fráboðan um, at eldur var í stállínuskipinum Pison, sum lá við bryggju í Leirvík. Ein 47 ára gamal maður lat lív í eldsbrunanum, ið varð slóktur klokkan hálvgum trý, Í innslagnum í greinini her, er samrøða við innsatsleiðaran, Sørin Djurhuus. Foto Kringvarpið Bjarki Thomsen Redigerað Regin Toftegaard Sjónleikarin Gunnvá Zachariasen fer nú leygarkvøldið á pall á Keypmannahavn, har hon er við í einum sjónleiki, sum heldur til í einari gamlari pumpustøð mitt í býnum. Og um eg sigi at henda støðin liggur beint við brúnna sum gongur yvir til kenda handilssentrið Fiskatorvið, sum tey flestu vita hvar vit eru. Skúladepilin er ikki longur bert tekningar á pappíri og á telduni, men byrjar nú at síggjast aftur í landslagnum við Marknagil niðan fyri Skúlaheimið og Handilsskúlan í Havn. Skúladepilin við Marknagil, ið er Føroya størsta byggiætlan nakrantíð, fer at hýsa teimum trimum miðnámsskúlunum í Havn, Studentaskúlanum, Handilsskúlanum og Tekniska Skúla, tá hesi verða lagdir saman. Seinastu tíðina hava umleið 30 mans verið í gongd á plássinum, og nú hol av álvara er sett á arbeiðið við betong og stáli, verður talið av arbeiðsfólki nærum tvífaldað. Tað gongur ófatiliga væl Búskapurin er heitur, pulsurin er títtur og fepurin høgur. Soleiðis er í Føroyum síðst í 80 unum og fyrst í 90 unum. Øll ríða á einum aldukambi, men undir lokinum prutlar, eisini úti í heimi. Eitt politiskt siðaskifti er í umbúna í Evropa, og í Føroyum síggjast tekin til samfelagsligt hóttafall. Rútmiski tónleikurin blómar hesi árini. Út koma framvegis plátur, bond og fløgur í stórum tali. Tónleikurin er sum lívsstílurin tey árini lættur og lívskátur. Í 1988 er havnarduettin Nalja tað fríska summarlotið við slóðbrótandi elektroniskum poppljómi og dárandi løgum. Úr Klaksvík fáa vit nýggja bólkin Dynamitt og árið eftir Blátt við útgávuni Til allar vinir. Sum úrslit av MTV ávirkanini brýtur bólkurin Chase seg brádliga fram í 1990. Síðhærdu og leðurklæddu Chase arnir við runavíkingunum Edmund Jacobsen og Niclas Johannesen á odda hugtaka ungdómin við sínum frískliga spæli og livandi pallframførslum í høllunum kring landið. Hallardansurin er í hásæti hesi árini. Uttan úr heimi vitja kendir bólkar og einstaklingar. Uriah Heep koma í 1988, Dr. Hook í 1989, sama summar vitjar italska songkvinnan Sabrina, og í 1992 er gravgangurin at hoyra enska bólkin Smokie so stórur, at fólk svíma í høllini á Hálsi. Føroyskar dygdarútgávur koma hesi árini í 1990 letur havnarbólkurin Terji Føstufressar frá sær sítt meistaraverk, og eftir steðg í nøkur ár koma Frændur í 1992 við fjórðu útgávuni, Mítt land. Arbeiðsbólkur er settur at samskipa tiltakið. Í arbeiðsbólkinum er Eyðfinn Jensen fyri Kringvarpið, Barbara Holm fyri Miðlahúsið og Fróði Vestergaard fyri Norðurlandahúsið. Nógv fólk var møtt á fundinum, har býráðið legði fram sínar ætlanir um viðurskifti í økinum. Vetrarfriðing, fríðkan, útstykking, miðstaðarætlan, bussleið, barnagarður og tilboð til ung vóru umrødd. Býráðið sigur í tíðindaskrivi, at stórur áhugi var fyri ætlaðu útstykkingunum í Homrum og á Lygnesi, og eisini fyri miðstaðarætlanini, sum fleiri høvdu ymisk uppskot um. Miðstaðarætlanin verður viðgjørd í løtuni, og býráðið sigur, at øll góð hugskot í hesum sambandi eru kærkomin. Í fundarfrásøgn sigur býráðið, at full semja aldri fæst um bussleiðina, men at batar eru ávegis, umframt at aðrar broytingar kanska verða gjørdar í komandi sáttmálaskeiði. Nýggjur barnagarður var dúgliga viðgjørdur á borgarafundinum, umframt tilboð til ungdóm í Kollafirði. Nógv tíð fór eisini til komandi vetrarfriðingina, sum er eitt sera stórt mál, tí bygdin er stór og sera long, og vetrarfriðing av hesum sama verður dýr. Men eisini her var stórur vilji at finna loysnir, sigur kommunan á heimasíðu sínari. Eftir ringa veðrið í heyst og vetur er standurin í Kí høllini og Badmintonhøllini so vánaligur, at trupult er at avgreiða venjingar og kappingar í hallunum. Serliga í badmintonhøllini hava ringar umstøður verið, tí tekjan lekur. Á býráðsfundi í kvøld kl. 17.30 verður spurningurin um umvæling viðgjørdur. Í skránni fyri fundin stendur, at ivasamt er, hvussu leingi sersambondini góðtaka umstøðurnar til avgreiðslu av dystum og kappingum. Tilmæli til býráðsfundin er, at 1 milj. krónur verða fluttar frá íløga til nýggjan skúla í 2013 til íløga Badminton KÍ høllin 2014 . Málið er av slíkum slagi, at tað skal leggjast fyri nevndir og býráð, og skal samtykkast tvær ferðir, av tí at hetta er flyting millum kontur. Liggingarferðin var ofta havd á gólvið í Vága Dansifelag áður, men nú eru fleiri ár síðani, at tey kvóðu vísuna, sum Olivar á Ryggi yrkti í 1933. Hans Christoffer Joensen, í Miðvági, skipaði hana. Vísan er prentað í yrkingasavninum, sum Dagblaðið gav út í 1984. Levi Niclasen legði savnið við yrkingum hjá Olivari til rættis. Eg gleði eg meg til at seta nøkur sosial diakonal tiltøk í verk í dagtilhaldinum, Skjólið, í Kongagøtu í Havn. Hetta er sera týdningarmikið virksemi. Skjólið skal verða stað, har Kristus, kærleiki og kaffi verður bjóða menniskjum, sigur hann við blakross.fo. Skjólið verður rikið við sjálvbodnari arbeiðsmegi, og avbjóðingin er eisini at fáa fleiri sjálvbodnar hendur at virka í Skjólinum, sigur hann. Hóast ungur á aldri, hevur hann v erið víða um, úr egningarskúri, landingarmiðstøð, bensinstøð, bakaríi og timburarbeiði, yvir í lønt kirkjutænarastarv, heimahjálp og arbeiði á bústovni, skrivar blakross.fo. Framsókn heldur, at ætlanin hjá landsstýrinum at reka eitt havrannsóknarskip á privatum grundarlagi er spennandi, tí tað er eitt av høvuðsmálum floksins at fáa hóskandi almennar uppgávur liberaliseraðar ella einskildar. Men Poul Michelsen, formaður í Framsókn, ávarar ímóti, at leisturin verður tann sami sum við Eysturoyartunlinum, sum privatir skuldu gera. Ætlanin er, at tað almenna skal binda seg til at leiga havrannsóknarskipið í 20 ár, men møguleiki skal vera at keypa skipið í hesum tíðarskeiðnum, ella tá leigusáttmálin er úti. Var hetta ikki júst sama grundgevingin fyri at lata privat byggja og reka ein Eysturoyartunnil, sum hevði kostað brúkarunum og føroyska samfelagnum fleiri hundrað milliónir krónur í meirkostnaði, spyr Poul Michelsen. Tá vit sleppa at síggja lógaruppskotið, fara vit at tryggja okkum, at tað privata ikki byggir eitt havrannsóknarskip, bara tí tað ikki rúmast í almenna íløgukarminum. Treytin má vera, at ætlanin at byggja og reka skipið á privatum grundarlagi, má vera minst líka bílig og dygardgóð fyri almenningin, sum um tað almenna sjálvt bygdi tað, sigur Poul Michelsen, formaður í Framsókn. Í august í 2013 gav Trygvi út debut útgávuna The Absent Silver King. Talan er um eitt savn av yrkingum, stuttsøgum og sangum, og verkið umfatar bæði bók, fløgu og vinyl plátu. Tað stendur øllum foreldrum frítt at keypa børnunum dýrar jólagávur, men tað hevur avleiðingar við sær, eru gestirnir í sendingini samdir um. Tað kann geva baksláttur, tí virðingin fyri pengum minkar, siga tey millum annað í svari til mammu, sum øtast um, at næstan ein heilur skúlaflokkur hevur fingið iPhone í jólagávu. Mamman spyr, um tað er í lagi at geva børnum jólagávur fyri fleiri túsund krónur. Tvey onnur evni eru við hesaferð, har lurtarar spyrja, hvat er loyvt at gera sunnudag, og um ein kann loyva sær at siga við besta vinmannin, at hann eigur at koma úr skápinum. Um einar tvær vikur fær landsstýrið tilmæli um føroyskt fátækramark. Hetta sigur Heri Petersen, fulltrúi í Almannamálaráðnum við heimasíðuna in.fo. Hann er skrivari í bólkinum, sum landsstýriskvinnan, Annika Olsen, setti at arbeiða við at gera uppskot um, hvar markið skal ganga millum at vera fátæk og ikki fátæk í Føroyum. Nevndin skuldi koma við sínum tilmæli 1. apríl í fjør, men tá var hon als ikki liðug at kanna øll viðurskifti, sum skulu kannast, fyri at kunna áseta eitt fástækramark. Talan er um eitt rúgvusmikið og trupult arbeiði, og danska nevndin, sum kom við sínum tilmæli í fjør, mátti eisini fáa longri tíð til arbeiðið, enn hon hevði fingið av fyrstan tíð. Í Danmark kom nevndin til, at fólk eru fátæk, tá tey í trý ár á rað hava livað fyri minni enn 103.200 krónur um árið eftir skatt, og hetta er so danska uppskotið um fátækramark. Av tí at føroyska nevndin nú er í ferð við at leggja seinastu hond á arbeiðið, er tað avmarkað, hvat Heri Petersen fær sagt. M en hann sigur tó við in.fo, at nógv kjak hevur verið í nevndini, tí mong og ymisk sjónarmið eru um, hvat eitt slíkt mark skal grundast á. Skal tað byggja á, hvat eitt húski í minsta lagi skal hava fyri at klára seg, ella skal tað byggja á, hvat skal til fyri at liva eitt rímiligt og virðiligt lív, og skulu børnini hava rætt til telduspøl, og húski rætt til uttanlandsferðir og so framvegis. Eisini er stórur munur á fíggjarliga grundvøllinum millum fólk í Havn og á bygd, og Heri Petersen spyr í hesum sambandi á heimasíðuni in.fo, um húski á bygd við lágari inntøku og bíligum húsum, eru fátækari, enn eitt húski í Havn við góðari inntøku, men einum risastórum húsaláni. Meiningarnar eru ymiskar, og Heri Petersen, skrivari, dugir ikki at siga, um tað eydnast nevndini at hava eina felagsstøðu, ella um talan verður um ein meirluta og ein minniluta. Heilsumálaráðið hevur sent uppskot um at seta lov om psykologer í gildi fyri Føroyar. Í lógini eru neyvar reglur um autorisatión, løggilding, av sálarfrøðingum Løgtingið hevur samtykt lógina um løggilding av øðrum heilsustarvsfólki, men har eru sálarfrøðingarnir ikki við. Ein onnur lóg er galdandi fyri sálarfrøðingar. Danska lógin er nú lagað til føroysk viðurskifti, og landsstýrismaðurin í heilsumálum fer nú í vár at biðja løgtingið samtykkja hana. Heilsumálaráðið hevur lagt lógaruppskotið um at seta donsku lógina í gildi í Føroyum á heimasíðuna. Hoyringarfreistin er til 3. februar. Fyrr í vikuni fóru 10 fólk av landinum við kós móti Grikkalandi. Hetta vóru skúlanæmingar úr Skúlanum við Løkin í Runavík, sum skulu leggja næmingum í einum grikskum skúlaflokki lag á, hvussu tey skulu bera seg at fyri at standa seg væl í altjóða kappingini First Lego League. First Lego League FLL er ein íverksetanarkapping fyri ung ímillum 10 og 16 ár. Kappingin er í trimum uppgávum. Mest undirhaldandi er kappingin við robottum ella tólmenninum. Vit tosaðu við Búa Jensen í morgun Eitt 2,5 m langt hitarør undir turkiskápunum var tært so illani, at tað var komi í samband við trækonstruktiónina í turkiskápunum, og soleiðis kyknaði eldurin í turkiskápunum. 47 ára gamli maðurin doyði av roykeitran. Hundurin, ið tann 47 ára gamli maðurin átti og hevði við sær umborð, er nú eisini funnin deyður umborð á Pison. Starvslønir eru eisini latnar 32 umsøkjarum. Ein starvsløn svarar til læraralønina í fólkaskúlanum á 21. lønarstigi, sum sambært heimasíðuni hjá Mentanargrunninum er krónur 24.696,87 um mánaðin. Nevndin hevur í ár gjørt av ikki at lata trý ára starvsløn, tí so nógvar góðar umsóknir , har søkt var um starvsløn í styttri tíðarskeið. Av tí at nevndin hevur gjørt av at játta fleiri av hesum umsøkjarum starvsløn, var ikki rúm fyri at játta eina 3 ára starvsløn í ár. Grunnurin skal serliga stuðla tiltøkum og verkætlanum, sum kveikja og menna føroyska myndlist, tónlist, bókemntir, sjónleik og aðra list, sum kann javnmetast við hesar listargreinir. Strandarlandasamráðingar hava verið í London 15. 17. januar og hava hildið fram seinastu dagarnar. Fiskeribladet Fiskaren skrivaði í síðstu viku, at norska stjórnin er ikki sinnað at geva íslendingum og føroyingum meira enn millum átta og tíggju prosent av kvotuni. Maria Damanaki, ES fiskivinnukommiserur, hevur fyrr skotið upp, at Føroyar fáa 11,9 prosent av kvotuni. Norra og Danmark vóru harðliga ímóti tilboðnum. Umboð fyri uppsjóvarvinnuna har søgdu tá, at ES og Norra hava verið samd um eina kós, men Damanaki darvaði samráðingunum, nú hon av sínum eingtingum bjóðaði føroyingum størri part av makrelkvotuni, uttan at tosa við Norra fyrst. Føroyar vrakaðu tilboðið, tí tað var ov langt burtur frá teimum 15 prosentunum, sum føroyingar krevja. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur kortini fyrr sagt, at líkindini fyri semju eru góð, tí partarnar flyta seg nærri hvør øðrum. ES og Ísland eru samd um lutin hjá Íslandi í heildarkvotuni næsta ár. Men Norra og ES, sum annars hava verið viðspælarar undir samráðingunum, eru ikki samd um, hvussu stóran part av heildarkvotuni Ísland og Føroyar skulu hava. Samstarvið ber í fyrstu atløgu við sær, at Voith ætlandi setur eina sjóvarfalsturbinu upp á havbotninum á hóskandi stað í Føroyum. Nevndarformaðurin í SEV, Jákup Suni Lauritsen, sigur við sev.fo, at SEV fegnast um møguleikan at fáa meiri vitan um hendan orkuformin í samstarvi við ein stóran, royndan leikara á økinum. Hetta er eisini í samsvari við grønu kósina hjá SEV at minka oljunýtsluna so nógv sum gjørligt. Avtalan er eisini ein roynd at víðkað granskingarsamstarvið innan sjóvarfalsorku mótvegis útheiminum, eftir at SEV seinastu tíðina hevur samstarvað við Uffa Bærentsen, sum hevur roynt eina sjóvarfals turbinu í Vestmannasundi. Árni er lærari og rithøvundur og fremst í starvi hansara hava mál og bókmentir verið. Haraftrat hava Árni og Marianna, kona hansara, forlagið Fannir, ið hevur givið út ein hóp av bókum, bæði egið tilfar og fyri onnur, og uppi í tí hevur sjálvsagt verið ein hópur av ritstjórnararbeiði. Vit hava roynt almennan ferðafólkafluting í mong ár, men nú er tíðin komin at royna annað enn almenna reiðaríið Strandfaraskip landsins, sigur Rodmundur Nielsen. Tryggingareftirlitið er farið undir at eftirmeta, hvørja vitan og royndir nevndarlimir í tryggingarfeløgum og eftirlønargrunnum í Føroyum hava. Í hesum sambandi hevur eftirlitið sent oyðubløð til hoyringar hjá feløgunum. Hesi skulu brúkast til at viga, um nevndirnar í tryggingarfeløgum og eftirlønargrunnum hava nøktandi vitan og royndir til at røkja nevndararbeiðið á forsvarligan hátt. Fíggjarkreppan, sum tók seg upp í 2008, og sum enn merkist við ótryggum partabrævamarknaðum, setir til dømis stór krøv til, at nevndarlimir duga at eyðmerkja, máta og stýra tí vága, sum stendst av ótryggu umstøðunum. Eisini er lága rentan ein avbjóðing fyri tey feløg, sum hava bundið seg til stór avkast til kundarnar. Tryggingarlóggávan setir fleiri krøv til leiðslurnar í tryggingarfeløgunum. Krøv verða bæði sett einstaka nevndarliminum tey sonevndu fit and proper krøvini, og eisini nevndini sum heild. Hesi krøvini skulu lúkast, tá farið verður upp í nevndina og eisini sum frá líðir í nevndararbeiðinum. Tryggingareftirlitið hevur sett 1. juli í ár sum freist, og tá skulu tryggingarfeløgini og eftirlønargrunnarnir hava latið eftirlitinum skjalprógv um, at nevndirnar liva upp til ásettu krøvini. Eitt krav er til dømis, at eitt felag, sum hevur størri javna enn 500 milliónir krónur, skal hava í minsta lagi ein nevndarlim við leiðsluroyndum frá einum øðrum fíggjarstovni. Endamálið við hesum kravinum er at tryggja, at nevndin hevur neyðugu vitanina og royndina til at geva stjóra og stjórn í felagnum neyðugt og atfinningarsamt mótspæl. Í dag hoyra vit børn í Sands skúla greiða frá evnisarbeiði um mat og ljóð. Eisini greiðir Sunnleif Rasmussen frá tónleiki og ljóði Í Føroyum hava fýra leiðarar fingið boð um, at teir kunnu fara aftur í starv sum málviðgerar og serfrøðingar ella verða pensjóneraðir. Ein av hesum leiðarum er Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini, sum hevði seinasta arbeiðsdag í dag. Hann avspákar til hann, tann 31. mars, gevst at arbeiða innan løgregluna og verður pensjóneraður. Næsta fríggjadag verður kunngjørt, hvør tekur við leiðsluni á Kriminaldeildini 1. apríl. Men til ta tíð røkja Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur, og Hildur Hentze, varapolitiinspektørur, uppgávurnar hjá leiðaranum á Kriminaldeildini. Vit mugu ansa betur eftir, hvørjum vit lova inn í landið, sigur Jens Kjeld Jensen í Nólsoy, sum hevur eitt serliga vakið eyga við smákyktum, sum koma til landið. Vit eiga at vísa størsta varsemi og ansa væl eftir teimum smákyktum, sum kunnu koma til landið við innfluttum vørum, sigur Jens Kjeld Jensen, djórakønur. Vit hoyra 2. part av bókini Bjørnin Alfred og hundurin Sámuel fara úr pappeskjuni. Bjørnin Alfred og hundurin Sámuel vakna ein morgun á loftinum og eru burturgloymdir í einari pappeskju. Har liggja teir saman við øðrum kloddutum toydýrum. Spakuliga fara teir at minnast eitt sindur av tí, sum hendi Fyrr í Tíðini, tá ið Óla Martin tók teir við sær í song, og ein, sum æt Gerhardsen, var fittur við øll smádýr. Nú vilja teir út í verðina at leita eftir Óla Martini og kanska Gerhardsen Á ferðini verða teir vísir í einum Aftur í pappeskjuna skulu teir ikki Ragnar Hovland skrivaði og Peter Sch ssow gjørdi myndirnar. Randi Kúrberg týddi til føroyskt og Bókadeild Føroya Lærarfelags gav út í 2010 Katrin Dahl gekk í preliminerskúla í Havn. Haðani fór hon á Sanatoriið í Hoydølum at vera skrivari hjá tuberklalæknanum, Villa Magnussen. Tey ferðaðust víða um landið at vaksinera og viðgera fólk. Seinni fór Katrin Dahl at læra til sjúkrasystir á Bispebjerg Hospitali. Útlærd fór Katrin at arbeiða á psykiatrisku deild og helt hon seg til hetta økið, meðan hon var niðri, eisini innan fongsulsverkið. Afturkomin til Føroya í sjeytiárunum, var hon heimasjúkrasystir í Havn nøkur ár og tók síðani við sum leiðari fyri hvíldarheiminum Naina. Seinastu tíðina, hava næmingar í forskúlanum í Santa Frans skúla telva rættuliga nógv. Hesum fara tey at greiða frá í dag. Eisini hitta vit Kára Sverrisson, sum er lærari í forskúlanum. Jarðfeingi boðaði fríggjadagin frá, at Statoil hevur biðið um loyvi at bora brunnin Brugdan II, ið er góðar 80 fjórðingar í landssynning úr Føroyum. Statoil er fyristøðufelag og eigur eigur 35 prosent av loyvinum. Hini feløgini, sum eru við, eru ExxonMobil, sum eigur 49 prosent, OMV eigur 15 prosent og Atlantic Petroleum eigur eitt prosent. Seinni í ár fer Statoil at standa fyri einari aðrari boring í føroyska landgrunninum. Tann brunnurin er á økinum Súla Stelkur, sum er beint við markið millum Føroyar og Hetland. Samstundis sum søkt varð um loyvi halda fram við at bora Brugduna II, lótu Statoil, ExxonMobil og OMV Jarðfeingi eitt annað loyvi inn aftur. Hetta loyvið varð latið hálvan januar í 2005. Og nú níggju ár seinni kom tað aftur. Jarðfeingi upplýsir, at feløgini, sum fingu loyvið, hava kannað økið. Í Klaksvík varð boðað frá at nakrar takplátur fuku runt Stangavegnum. Løgreglan ringdi til sløkkiliðið í Klaksvík, sum fór á staðið og tók sær av plátunum. Í Árnafirði varð í gjárkvøldið boðað frá, at bylgjubrótarin í havnini hevði slitið. Klaksvíkar Havn fekk boðini, men fekk einki gjørt, tí ókyrt var í sjónum. Í Havn var trolbáturin Skálafossur um at slíta. Boðað varð frá, at fleiri endar vórðu slitnaðir. Tórshavnar Havn fekk boðað eigaranum frá og fólk fóru umborð og bundu hann væl aftur. Herbergið og Almannaverkið hava gjørt avtalu um, at ein ráðgevi frá Viðskiftadeplinum á Almannaverkinum vitjar á Herberginum tveir tímar aðru hvørja viku. Sosiala ráðgevingin verður formliga skipað við avtalu millum Almannaverkið og Herbergið, har Herbergið letur hølini og Almannaverkið ráðgevingina. Avtalan um ráðgevingina krevur tó onga eykajáttan, skrivar Almannaverkið. Í samband við avtaluna, verður boðið til móttøku á Herberginum seinnapartin í dag klokkan trý. Tú hevur helst sæð tað, tá veðurviðurskiftini hava talað fyri tí, men hevur tú eisini hoyrt, hvussu norðlýsið ljóðar Mest sannlíkt hevur tú ikki. Tí fara granskarar í Tromsø nú at royna at fáa greiðu á, hvussu norðlýsið ljóðar, tá tað sæst á himmalhválvinum á vetrartíð, skrivar nrk.no Tað sigur Unni Pia Løvhaug, professari við lærda háskúlan í Tromsø, sum verður við í granskaratoyminum, sum skal royna at fáa norðlýsið á band við ljóði. Hetta er kortini ikki fyrstu ferð, at granskarar royna at fáa greiðu á, hvussu norðlýsið ljóðar, sum fólk hava tvíhildið um í fleiri hundrað ár. Seint í 1800 talinum royndi danski granskarin Sophus Tromholt at fáa greiðu á, hvussu norðlýsið ljóðar, men uttan at hann fekk prógvað, hvussu tað ljóðar. Sosialu myndugleikarnir við sosialráðgevarunum hjá Sosialu deild í Tórshavnar kommunu, fara út í skúlarnar í kommununi at kunna um fráboðanarskylduna. Tine Lyager og Anna Sofía Niclasen, sosialráðgevarar, greiða foreldrum og avvarðandi frá, at øll hava skyldu at boða frá óregluligum viðurskiftum hjá børnum. Tine Lyager og Anna Sofía Niclasen vóru og greiddu frá í Morgunsendingini Gesturin hjá okkum í morgun var Egil Hoydal, sum hevur lagt nógva orku at veita menningarhjálp til Bolivia. Egil er heima í løtuni í sambandi við at næmingar í Hoydølum skipa fyri einum dagsverkdegi til frama fyri Bolivia. Mannfólkakvøld um menn og krabbamein. Soleiðis kallar Krabbameinsfelagið eitt tiltak sum verður í kvøld bara fyri monnum. Tá fer Johan Poulsen, urologur, at greiða frá um krabbamein sum serliga rakar menn. Vit tosaðu við Johan Poulsen í morgun. Faroe Petroleum kunnger í morgun , at kolvetni, bæði gass og olja av góðari góðsku, eru funnin í Novus brunninum, sum er í norska landgrunninum. Fyribilsmetingar siga, at tá umroknað er til olju, er talan um 6 til 15 milliónir tunnur. Men einsamallur er Novus brunnurin tó neyvan rakstrarverdugur. Saman við øðrum leitimiðum í loyvinum kann hann tó gerast rasktrarverdugur seinni. Faroe Petroleum byrjaði at bora Novus tann 11.november í fjør. Oddfríður Marni Rasmussen, rithøvundi og fyrrverandi formaður í Listasambandi Føroya, finst nú at mátanum, nevndin í Mentanargrunni landsins letur starvslønir. Tær 2,9 milliónir krónurnar, sum vórðu latnar í ár, vórðu alt ov smábýttar og tað fær avleiðingar á listarligu úrtøkuna av játtanini, heldur rithøvundurin. Í ár varð eingin trý ára starvsløn latin, og dømi eru um fleiri listafólk, sum hava søkt um eitt ára starvsløn til eina verkætlan, men bara fingið tríggjar mánaðir. Mátin starvslønirnar verða latnar upp á fær eisini avleiðingar fyri listarligu úrtøkuna av játtanini, og tað er ein gøla, tá játtanin til list frammanunda er so avmarkað, heldur Oddfríður Marni Rasmussen. Loysnin, sambært Oddfríði Marna Rasmussen, rithøvunda og fyrrverandi formanni í Listasambandi Føroya, at álitið um listastuðul, sum varð gjørt í 2008, verður sett í verk. Reiðaríið, sum átti Ros, er farið á húsagang. John Kølbæk, fúti, sigur, at ákæruvaldið, sum nú hevur ábyrdina av skipinum, roynir at sleppa av við skipið. Millum annað hevur verið roynt at fáa fatur á russsiska bankanum, sum hevur veðhald í skipinum, og roynt hevur eisini verið at fáa samband við bústjóran. Hetta er tó heldur ikki eydnast møguliga tí trotabúgvið er uppgjørt. Ros varð saman við einum øðrum skipið tikið fyri ólógligan fiskiskap undir Føroyum á sumri 2008. Finn Ougaard segði við útvarpið í 2010, at russiski trolarin Ros kostar slakar 10.000 krónur hvønn mánað, trolarin liggur við bryggju í Kollafirði. Sostatt hevur russiski trolarin kostað fútanum hesi skjótt átta árini, hann hevur ligið við kaj í Kollafirði, fleiri hundraðtúsund krónur. John Kølbæk, fúti, sigur, at samband hevur verið við russisk embætisfólk, men har var eingin hjálp at fáa. Tí verða aðrir møguleikar nú kannaðir, so skipið kann fáast úr Føroyum. Mótmælisfólkini siga, at undantaksstøða longu er galdandi í Ukraina, og tískil hava tey einki at tapa í ófriðnum sum byrjaði fyri jól í 2013. Seinastu vikuna hava ógvusligir samanbrestir verið í Kiev millum uppreistrarfólk og løgregluna. Fimm fólk hava latið lív og fleiri hundrað eru særd. Ófriðurin í Kiev byrjaði av álvara, tá stjórnin herfyri samtykti eina lóg, ið skal forða fyri at loyvi verður at skipa fyri mótmælisgongum í Ukraina. Umframt at Niels Uni sigur sína hugsan um útgávuna, verða eisini fleiri sangir av fløguni spældir, so lurtarin kann gera sína egnu meting um útgávuna. Seinastu tíðina, hava næmingar í forskúlanum í Santa Frans skúla telva rættuliga nógv. Hesum fara tey at greiða frá í dag. Eisini hitta vit Suna Merkistein, sum hevur skrivað bók um talv og gjørt fleiri sendingar í útvarpinum um talv. Apoteksgrunnurin eigur ikki at vera ein forðing fyri, at landsstýrið kann brúka avlopið hjá apotekunum, sum tí lystir. Tí skal Apoteksgrunnurin strikast. Fíggjarnevndin hjá løgtinginum er orsøkin til uppskotið. Tá nevndin viðgjørdi eina eykajáttanarlóg í fjør, vildi hon ikki loyva landsstýrismanninum í heilsumálum at geva sjúkrahúsverkinum avlopið hjá apotekunum. Landsstýrismaðurin boðaði tá Fíggjarnevndini frá, at hann fór at leggja lógaruppskot fyri løgtingið um at strika hesa áseting. Tað lógaruppskotið hevur nú verið á landsstýrisfundi og er sent til hoyringar. Endamálið er, sambært Heilsumálaráðnum, at fáa veruleikan viðvíkjandi Apoteksgrunninum staðfestan í lógini, at formalisera verandi praksis, sum skrivað er í viðmerkingunum um lógaruppskotið. Í 1999 samtykti løgtingið at seta Apoteksverkið í fíggjarlógina, bæði rakstur og íløgur. Við hesum gjørdist Apoteksgrunnurin eitt eiti uttan veruligt innihald, sigur Heilsumálaráðið. Í landsroknskapinum sæst, at einki er bókað á rakstrinum hjá grunninum síðani 2001. Einasta ogn hjá grunninum er ein áogn mótvegis skuldarum. Hon er góðar 80.000 krónur. Døgurðin var máltíðin, ið flest vóru nøgd við. Hinvegin vóru nærum helmingurin av teimum spurdu ónøgd við tað, sum varð borðreitt fyri teimum seinnapartar og um kvøldið. Fyri at bøta um tað, verður nú altíð borðreitt við frukt og øðrum seinnapartar, og um kvøldið fáa sjúklingarnir eyka proteinríkar dessertir. Kanningin vísir eisini, at tveir av trimum sjúklingum hava seinastu vikuna etið minni enn vanligt. Tað merkir, at tey eru í stórum vanda fyri føðslutroti. Tí verður nú borðreitt við fleiri millummálum og orkuríkum drykkjum, og dagliga verður mett, um sjúklingurin hevur etið nóg mikið í mun til tørvin. Kanningin er liður í kostverkætlanini , sum hevur til endamáls at kanna, um orku og proteinríkur matur kann ávirka støðuna hjá sjúklingum, ið eru innlagdir á Landssjúkrahúsið. Hesa ferð verður fundurin í Bergen, tí Norra og ES kortini hava fund í Bergen um sínámillum fiskirættindi. Annars hava samráðingarnar um makrelin verið í London. Hetta umfarið byrjaði 15. januar. Eftir tveir dagar vórðu samráðingarnar lagdar niður og síðani tiknar upp aftur í síðstu viku. Heldur ikki tá bar til, og nú verður aftur roynt í Bergen í dag. Sum skilst er stóri knúturin júst nú, hvussu nógv Norra og ES skulu lata av sínum kvotum til Føroya og Íslands, nú ES hevur lovað Føroyum og Íslandi knappliga 12 prosent í part av heildarkvotuni. Norski fiskivinnuráðharrin, Elisabeth Asp Aker, sigur í tíðindaskrivi, at tað gongur rætta vegin, men nú er tolið um at vera uppi hjá øllum, og minnir á, at Noreg hevur slakað nógv fyri at ganga krøvunum frá Føroyum og Íslandi á møti. Málið byrjaði á sumri 2005, tá Romeo Tibobos varð handtikin eftir at hava stungið skiparan á vaktarskipinum Tórsvík, tá skipið var í Norðsjónum. Filipsoyingurin varð dømdur til innlegging á danskari sálardeild. Nú, rokningin skal gjaldast, við Heilsumálaráðið ikki kennast við rokningina. Tað kostaði meiri enn átta milliónir at hava mannin innlagdan í Danmark frá 2006 til 2010, men Heilsumálaráðið heldur ikki, at tað eigur rokningina. Tí hevur Heilsumálaráðið nú kært avgerðina hjá Føroya rætti, tí ráðið heldur seg ikki eiga nakað í rokningini á átta milliónir krónur. Tá ið Romeo Tibobos varð handtikin eftir knívstungutilburðin umborð á Tórsvík í Norðsjónum á sumri í 2005, hevði hann fyribils uppihaldsloyvi í Føroyum. Tí, sigur rætturin, skulu føroyskir myndugleikar gjalda fyri viðgerðina. Eftir at Tibobos hevði verið varðhaldsfongslaður í níggju mánaðir í Vestre Fængsel, mælti ein deildarlækni í kriminalforsorgini til, at Tibobos varð innlagdur á sálardeild. Hesum tók ákæruvaldið undir við, og Tibobos varð fluttur á sinnissjúkramiðstøðina Sct. Hans, har tað kostaði góðar 5.000 krónur um dagin at vera innlagdur. Í dómsúrskurðinum í sambandi við málið móti Landsstýrinum og Heilsumálaráðnum stendur, at tað sambært fatanini hjá Føroya rætti ikki eru føroyskir myndugleikar, ið hava ávíst Romeo Tibobos til viðgerðar í Danmørk. Men, eftir at Region Hovedstaden vendi sær til heilsumálaráðið 2. oktober 2007 í sambandi við støðuna hjá Tibobos, hevur føroyska heilsumálaráðið vitað um støðuna og hevði kunnað tikið dømda mannin til Føroya til viðgerðar. Løgtingsformaðurin leitar enn eftir kanningarstjóra at kanna lutin hjá Kára P. Højgaard, sum tá var landsstýrismaður í innlendismálum, í málinum um Skálafjarðartunnilin. Ein nýggjur kanningarstjóri skal nú setast at greina málið. Tað verður fyrsta dagin, at onkur verður biðin, sigur Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður. Annfinn V. Hansen, advokatur, varð tann 19.november í fjør biðin um at vera kanningarstjóri at kanna málið um Skálafjarðartunnilin til botns. Ivi um gegni hjá Annfinn V. Hansen gjørdi tó, at hann bert fekk slakar fýra vikur sum kanningarstjóri og tískil gavst tann 10. januar. Sjálvur heldur Annfinn V. Hansen, at hansara gegni var í lagi. Løgtingsskrivstovan hevur tó ikki tikið støðu til gegnisspurningin. Løgtingsskrivstovan tekur ikki støðu fyrr enn, ella um, Annfinn V. Hansen sendir teimum rokning fyri tað arbeiðið, hann gjørdi, meðan hann var kanningarstjóri. Súsanna Danielsen, løgtingsstjóri, sigur í dag, at enn er eingin rokning komin frá Annfinn V. Hansen fyri arbeiðið, hann náddi at gera sum kanningarstjóri. Landsstýrismálanevndin hjá løgtinginum heitti 8. november 2013 á løgtingsformannin um at seta ein kanningarstjóra at kanna og gera eina frágreiðing til løgtingið. Frágreiðingin skuldi fáa greiðu á, um Kári P. Højgaard og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, hava fyrisitið málið um Skálafjarðartunnilin á lógligan hátt. Hóast TAKS kom fram á 113 milliónir krónur í 2013, merkir tað ikki, at vit hava nógvar skattasnýtarar í Føroyum, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS. Meginparturin av teimum 113 milliónunum fekk TAKS til høldar við eftirliti og rættingum í skattskyldugu inntøkuni hjá føroyingum í 2013. Rættingar í meirvirðisgjaldi vórðu gjørdar fyri sjey milliónir, og rættingar í kapitalvinningskatti vórðu í 2013 gjørdar fyri seks milliónir krónur. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskimálum, vil hava Løgtingið at broyta fuglaveiðilógina, so loyvt verður at skjóta grágás ella styggja hana við byrsu. Jarðareigarar eiga at sleppa at skjóta grágás í veltum bøi, sigur landsstýrismaðurin. Bøndur siga, at grágásin ger stóran skaða á bøin. Tað vísa royndir hjá Búnaðarstovuni eisini. Búnaðarstovan hevur tí biðið landsstýrið um at fáa lógina broytta, so loyvt verður at skjóta grágás aftur í Føroyum, men bara á veltum lendi. Føroya fuglafrøðifelag mælir tó staðilig frá, at loyvi verður givið til at skjóta grágás. Tað sigur felagið í hoyringarsvari, ið er sent Fiskimálaráðnum. Malena og Niels Thomsen, fyrrverandi bóndafólkini Innan Glyvur, eru heima helvtina av árinum. Summarhálvárið eru tey í Ungarn, har tey hava ein vínbóndagarð og gera sítt egna vín, Borvin. Í sendingini greiða Malena og Niels frá virkseminum í Ungarn, og vit vitja í viðarlundini, sum hjúnini fyri nøkrum árum síðani gróðursettu Innan Glyvur. 35 ára gamli Hans Krisjan Djurhuus av Selatrað er sera hugagóður og til reiðar at yvirtaka bóndagarðin Innan Glyvur, sum hevur mjólkineyt. Nú bíðar hann bara eftir svari frá búnaðarmyndugleikunum. Hann hevur verið á landbúnaðarskúla í Danmark og er nú í praktikk í felagsfjósinum millum Fjarða. Annika Petersen og Fríði Reinert Djurhuus, sum bæði eru 23 ár, hava júst bygt nýggj hús Innan Glyvur. Tey eiga sonin Markus og annað barnið er á veg. Fríði er fegin um, at hansara børn kunnu vaksa upp Innan Glyvur, tí her hevði hann sjálvur sera góð barnaár. Døgg Djurhuus Nónsgjógv hevur verið nógv frammi í seinastuni. Hon er uppvaksin og býr framvegis Innan Glyvur. Í hesum døgum fyrireikar hon seg at taka eina fløgu upp saman við Hans Jacob Kollslíð, og tey vóna at fløgan kann koma út einaferð í summar. Annars er tað 85 ára gamli Oluf Djurhuus, sum vísir okkum runt og greiðir frá ymiskum viðurskiftum í heimbygdini. Oluf ger døgurða hvønn dag. Harafturat hitta vit eisini ein son og ein abbason, sum dagliga koma til døgurða hjá Olufi saman við øðrum í familjuni. Eigi ein drong í vøggustovu, hann er 2 ár, og hevur ringan matarlyst. Hann kemur hvønn dag heim við fullum matpakka. Tá eg spyrji um hetta í vøggustovuni, siga tey at hann tímr illa at sita við borðið og etur lítið sjálvur, og sambart teimum skal man eta sjálvur tá mann er 2 ár. Tey siga seg ikki hava tíð at koyra bitar í munnin á honum, meðan hann gongur á gólvinum. Men sum foreldur, kann eg ikki góðtaka, at eg komi eftir honum kl 17 og drongurin hevur ikki etið Eg tað ikki ábyrgdin hjá starvsfólkunum á stovninum, at barnið fær eta, tá tað er har Eri sera kedd um hetta og royni at gera spennandi matpakkar til hansara. Beinta Dalbø, námsfrøðingur, svarar spurninginum. Suðuroyingar hava nú mist bæði álitið og tolið við Strandfaraskipum Landsins, tí sjóvegis sambandið við meginøkið seinasta hálva árið er bumbað 120 ár aftur í tíðina, siga kommunustýrislimirnir. Tí hava allir kommunustýrislimir í Suðuroynnni nú undirskrivað eina yvirlýsing, har teir biðja Johan Dahl, landsstýrismann, fáa skil á ótolandi støðuna alt fyri eitt. Vit hava als ikki álit á Strandferðsluni. Soleiðis kanst tú ikki behandla tíggu prosent av føroyingum, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri. Við í Wako eru Martin Myhre Olsen á saxofon, Kjetil Andr Mulelid á klaver, Simon Olderskog Albertsen á trummum og eg, Bárður Reinert Poulsen, spæli kontrabass. Sjóvegis sambandið við meginøkið er seinasta hálva árið bumbað 120 ár aftur í tíðina. Tað siga allir kommunustýrislimirnir í Suðuroy í yvirlýsing . Kommunustýrislimirnir í Suðuroy taka heldur rívan til, heldur Johan Dahl, landsstýrismaður í samferðslumálum, sum nú svarar atfinningunum. Tá tað er ódn, er ikki vanligt at skip sigla heldur ikki aðrastaðni. Hetta er ikki vanligt á farleiðini til Suðuroy, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður, við útvarpið. Landsstýrismaðurin í samferðslumálum heldur ikki, at vinnulívið í Suðuroy líður nakra neyð og hevur mist pening orsakað av avlýsingunum á suðuroyarleiðini í vetur. Eg trúgvi ikki, at vinnulívið í Suðuroy hevur havt nakað tap. Heldur ikki nú, tá Norr na hevur siglt. Tað hevur ikki verið veður at sigla, sigur landsstýrismaðurin. Johan Dahl sigur, tað er óheppið og ikki skal vera nøkur umbering til fólk í Suðuroy, at so nógvar avlýsingar hava verið á suðuroyarleiðini í vetur orsaka veðrið. Skógareldurin kyknaði klokkan 22 30 norska tíð mánakvøldið, hóast kalt er í veðrinum og hetta ikki er árstíð fyri skógareldar í Noregi. Sløkkiliðið í bygdini Hasv g segði við NRK á middegi, at tey enn ikki hava fult yvirlit yvir støðuna. Higartil eru 139 hús í bygdini brend í grund, verður mett. Skógareldurin byrjaði í bygdini Uran mánakvøldið, og hevur síðani breitt seg við vindinum vestureftir til fýra aðrar bygdir í Flatanger, har bygdirnar eru. Nógvur vindur í økinum við Flatanger hevur eisini gjørt tað sera trupult hjá sløkkiliðnum á staðnum at basa herviliga skógareldin. Harumframt er tað eisini trupult at fáa neyðuga hjálp til tær fýra bygdirnar, sum eru raktar av skógareldinum, tí vegakervið er so vánaligt, skrivar NRK. Nú verður roynt at byrgja økið við Flatanger av, til tess at forða fyri, at skógareldurin breðir seg enn meira, og kann elva til enn størri skaðar í øðrum grannabygdum. Løgreglan í Flatanger hevði seinnapartin tíðindafund saman við kommununi, har kunnað varð um umfatandi skógareldin, sum kyknaði mánakvøldið. Vit hava ikki orsøk at halda, at annað enn elleiðingin í økinum er orsøk til skógareldin, sigur ein talsmaður hjá løgregluni sambært NRK. Økið kring Flatanger er væl umtókt summarhúsøki. Mett verður, at av teimum higartil 139 húsunum, sum eru brend í grund, eru 70 80 summarhús. 9. floksnæmingar í føroyska fólkaskúlanum kunnu nú luttaka í Skrivikapping 2014, har høvuðsvinningurin er eitt skriviskeið í Biskops Arn í Svøríki. Og fríggjadagin var Kveikingardagur í Norðurlandahúsinum, har næmingar umvegis verkstovur og rithøvundar, fingu vegleiðing í skriviførleika. Vit vóru á gátt, har vit hittu fimm næmingar áðrenn farið var til verka eins og somu næmingar, tá dagurin var hálvrunnin. Næmingarnir eru Dania Tausen, ið gongur í Tofta Skúla, Jórun Maria Dalsgaard, ið gongur í Felagsskúlanum á Oyrabakka, og Karla Hansen, Tóra Isaksen og Steintóra Sørensen, ið ganga í Ósáskúlanum í Klaksvík. Eisini hittu vit Marjun Syderbø Kjelnes og Rakel Helmsdal, ið vóru tveir av rithøvundunum, ið løgdu næmingunum lag á, eins og Rakel eisini hevur fyrireikað Kveikingardagin. Hvørjir eru litirnir og motivini, ið mynda løriftið í hesum døgum Vit vitja í atelierinum hjá Hansinu Iversen, listakvinnu. Hóskvøldið verður forvitnisligt og forkunnugt heiðurstiltak fyri Simma, ið er ein av stóru ímyndunum í føroyskum tónleiki. Ein av fyrireikarunum Marjun Hansen, kemur á gátt. Í fjør lat Durita Holm úr hondum krimiskaldsøguna Offurmorðið . Og Hanus Kamban, rithøvundur, ið hevur lisið bókini, fer at ummæla hana. Og sunnudagin byrjar festivalurin Land í eygsjón ein festivalur og ein vika, har norðurlendski granni okkara fyri eystan Finnland, verður í eygsjón. Vit frætta um fyrstu forkunnugu tiltøkini, tá Hedvig Westerlund Kapnas kemur á gátt. Brunsj greiðir Niclas Heri millum annað frá tíðini eftir, at hann tann 4. november 2006 small um orsakað av strongd. Í dag er lívið lagt um, hann er fluttur til Sørvágs við familjuni, haðani hann rekur sína egnu fyritøku, fegin.fo. Longu hálvtannað ár áðrenn Jørgen Niclasen sigur seg vita, at tollkreditturin hjá N. Niclasen var uppsagdur, skrivaði hann til Tollstovuna við einari umbøn um, um Tollstovan ikki kundi bíða við at krevja bankatrygdina fyri tollkredittin. Hetta kann tollmyndugleikin einans gera, um tollkreditturin frammanundan er uppsagdur. Høvuðsverjan hjá Jørgen Niclasen á tíðindafundinum um tollmálið var, at Jørgen Niclasen visti ikki av, at tollkreditturin hjá felagnum, sum hann var stjori á, var uppsagdur. Jørgen Niclasen helt seg hava tollkreditt, og kundi tí selja vørur uttan at tollur var rindaður ella at myndugleikarnir fingu avrit av flutningskjølum. Tað løgna er tó, at hálvtannað ár áðrenn Jørgen Niclasen sigur seg hava fingið at vita, at tollkreditturin var uppsagdur, skrivar Jørgen Niclasen sjálvur eitt bræv til Tollstovuna. Í brævinum spyr Jørgen Niclasen, um ikki Tollstovan vil bíða við at fara eftir bankatrygdini fyri tollkredittin, tí felagið hjá honum er í samráðingum við landsstýrið um at finna eina loysn fyri tollskuldina hjá felagnum. Sambært vinnumálaráðnum, sum eisini umsitur samferðslumál, verður tað arbeiði liðugt mánadagin 10. februar altso um slakar tvær vikur. Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentamálanevndini í býráðnum, sigur, at ein bólkur skal setast at gera tilmæli til eina skúlaloysn seinni í vár. Bólkurin sum verður settur, skal koma við einum tilmæli til eina fyribilsskúlaloysn ella eina varandi skúlaloysn áðrenn skúlabyrjan 2014. Tríggir dómarar vórðu innstillaðir til embætið vórðu tríggir dómarar, og dómara tilnevningar ráðið valdi Jón Kjølbro fram um tveir aðrar dómarar. Jón Fríðrik Kjølbro hevur arbeitt í 10 ár í danska Løgmálaráðnum, millum annað við málum um mannarættindi, áðrenn hann í 2005 gjørdist fastur dómari í Eystara Landsrætti. Næstu níggju árini verður Jón Kjølbro dómari í Evropeiska mannarættindadómsstólinum og hann byrjar í starvinum í Strasbourg seinni í vár, skrivar Politiken . Vatikanið í Italia, Seyskelloyggjarnar í Afrika, Aspen í Kolorado, Arktis á Norðurpólinum, Nepal í Asia, Niagara Falls á markinum millum USA og Kanadaog Føroyar. 163 ára gamla amerikanska blaðið, The New York Times, hevur gjørt ein lista við 53 støðum, sum blaðið viðmælir lesarum sínum at vitja í 2014. Millum støðini, blaðið viðmælir lesarum sínum at vitja í ár, í greinini 52 Places to Go in 2014 , telist Føroyar. Tað eru lesarar hjá blaðnum, ið hava kosið Føroyar. Netmiðilin hjá The New York Times telist millum teir allarmest lisnu amerikansku netmiðlarnar sambært hagtølum, ið vórðu savnað saman í 2011. Sambært teimum nýggjastu almannakunngjørdu tølunum fyri netmiðilin, vitja umleið 30 milliónir brúkarar hvønn mánað heimasíðuna hjá The New York Times. Flestu vitjandi á netmiðlinum eru amerikanarar, meðan heimasíðan eisini hevur nógv vitjandi í India, Kanada, Stóra Bretlandi, Meksiko, Týsklandi og Japan. Tað er ikki bert á netinum, at The New York Times viðmælir Føroyar sum eitt av forkunnugum støðum at vitja í 2014, tí viðmæli kemur eisini í prentaða blaðið. Í ferðaílegginum í pappírsútgávuni, sum kemur út nú sunnudagin 2. februar, er eisini ein prentað útgáva av viðmælinum av teimum 53 støðunum kring knøttin. Tað er føroyski myndamaðurin, Hans Juul Hansen , ið hevur tikið myndina av Gásadali, sum prýðir viðmælið av Føroyum sum ferðamál í 2014. Meirilutin hevur heitt á býráðið um at kanna løgfrøðilig viðurskifti í tí sambandi, tí eingin lóg finst, sum heimilar kommununum at áleggja bústaðarskyldu. Hetta er trupult at hava við at gera, tá bústaðarskylda er einasti máti at tryggja trivnaðin í ávísum øki, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri. Konan hevði flogræðslu, hoyrdi eg eg herfyri í útvarpinum. Hví ikki bara siga, at hon ræðist at flúgva ella er bangin fyri at flúgva Hetta var spurningurin til málsliga ráðgevaran í morgun. Randi Kúrberg svaraði í morgun Morgunsendin vitjar á veðurstøðini í Havn. Har verður mett um sannlíkindini fyri, at ein vanlig ballón kann flúgva allan vegin úr Onglandi til Føroya. Teldubrævið, sum morgunsendingin fekk, er soljóðandi Her eru fleiri ballónir komnar teir seinastu dagarnar. Á teimum flestu stendur PIZZA HUT, men á tí einu, sum eg fann, stendur The David Wilson Showcase 2014 Lærarin er skuldsettur fyri meira enn eina ferð at hava gjørt seg kynsliga inn á ein næming. Tað váttar Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur, fyri Kringvarpinum. Málið um kynsliga misnýtslu varð meldað í desember mánað í fjør. Kynsligi ágangurin skal vera farin fram í 2008 og 2009, tá næmingurin var 12 ár. Skúlastjórin hevur onga viðmerking til málið, og vísir til Mentamálaráðið. Tey vátta, at tey hava fingið eitt slíkt mál, men at tey skulu hava stundir at seta seg inn í málið. Lærarin, sum er skuldsettur fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á næmingin, er fyribils sjúkrameldaður, meðan málið verður kannað. Fleiri fiskiskip undir føroyskum flaggi, eru mannað við útlendingum uttan arbeiðs og uppihaldsloyvi. Tað sigur formaðurin í Fiskimannafelagnum, Jan Højgaard. Vit hava í ávísum førum meldað til fútan, men av eini ella aðrari orsøk er øgiliga lítið komið burtur úr, sigur Jan Højgaard formaður í Fiskimannafelagnum. Tað hevur enn ikki eydnast útvarpinum at fáa eina viðmerking frá leiðsluni í Thor til ákærurnar, formaðurin í Fiskimannafelagnum ber fram. Umleið 10.000 bilar bíða eftir at verða sýnaðir, tí Akstovan hevur ov lítla orku at gera arbeiðið. Landsstýrismaðurin er til reiðar at lata privatu verkstøðini sýna bilarnar fyri at minka um bíðirøðina. Hoyr Jóhan Dahl, landsstýrismann í ferðslumálum, og Sámal av Reyni, stjóra í Reyni Service. Ein nýggjur syndari er funnin, sum kann vera orsøk til fiti. Granskarar hava funnið fram til, at samband kann vera millum dálking og fiti. Kanningin er gjørd á deildini fyri Arbeiðs og Almannaheilsu, og er almannakunngjørd í amerikonskum tíðarriti. Pál Veihe, leiðari á deildini fyri Arbeiðs og Almannaheilsu, greiðir frá kanningini. Mentanargrunnurin má tora betur at velja út, hvør skal hava starvslønir. Verandi skipan, har nógv fáa eitt lítið sindur í part, er ikki nøktandi, heldur Gunvør Balle, tingkvinna fyri Tjóðveldi. Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, heldur tað vera týdningarmikið at stuðla breitt. Býlingurin úti á Reyni í Havn kann fáa somu lagnu sum gomlu bygningarnir í norska býnum, Lærdal, sum brunnu í grund herfyri. Neyðugt er at øll sethúsini á Reyni fáa eina serliga ávaringarskipan, sigur brandmeistarin í Havn, Kartni Jacobsen. Hoyr eisini Gunnar Hoydal, fyrrverandi býararkitekt í Havn, og Heðin Mortensen, borgarstjóra í Tórshavnar Kommunu. Flogfarið hjá Air Greenland var mikumorgunin ávegis frá Kangerlussuaq til Ilulissat í útsynningspartinum í Grønlandi, tá flogfarið koyrdi útav flogbreytini. Fyribils fráboðanir siga, at eingin er komin álvarsliga til skaða av teimum tólv ferðafólkunum og manningini, sum telur trý fólk, sigur flogfelagið í tíðindaskrivi. Neyðugu trygdartiltøkini vórðu tikin, tá flogfarið koyrdi útav flogbreytini, og meira kunning verður send út seinni, boðar Air Greenland frá. Jóhan Bech Húsgarð, næstformaður í HUXA, og Jón Tyril, sum verður við pallborðið á kjakfundinum á Hotel Hafnia í kvøld, mikukvøldið klokkan 19, eru við í prátinum. Høgni Hoydal vildi í fyrra fyrispurninginum millum annað vita nærri um, hvat lá aftanfyri avgerðini í vár at vraka tilmæli frá setanarbólkinum um at velja Berg Poulsen og ístaðin velja Niels Mortensen at vera nýggjan nevndarformann í Atlantsflogi. Høgni Hoydal vildi eisini hava at vita um hetta hevði nakað við avgerðina hjá nevndini í heyst at koyra Magna Arge úr starvinum og ístaðin seta Jørgen Holme í stjórasessin í Atlantsflogi, at gera. Seinni fyrispurningurin, sum Kristina Háfoss setti, snúði seg um rumblið á Strandferðsluni áðrenn jól, eftir at fíggjarleiðarin á stovninum ákærdi landsstýrismannin fyri ávíkavist at hava hildið upplýsingum aftur fyri løgtinginum um veruligu fíggjarstøðuna á Strandferðsluni og fyri at hava givið starvsfólkunum á stovninum munnkurv. Hóast hon sjálv skrivar sínar yrkingar í stuttum og rútmiskum formi, so dámar henni best at lesa tjúkkar bøkur, sum viðgera fleiri ættarlið. Hon hevur lisið nógv, síðani hon sum fimm ára gomul byrjaði í einum fronskum skúla. Sigri Gaini er í Lesikrókinum í morgun. . Nøgdsemingskanningin av matinum á B6 á landssjúkrahúsinum er nu liðug og hon vísir, at sjey av átta sjuklingum halda, at maturin er góður ella sera góður, men samstundis vísir kanningin eisini, at tveir av trimum sjúklingum hava etið minni enn vanligt og tí eru í vanda fyri føðslutroti. Í úrvarpsstovuni í morgun vóru Poula Patursson, sum hevur samskipað verkætanina og Sonja Nielsen deildarleiðari á B6. Land í eygsjón Sauna. Finlandia. Best í Pisa. Tunglyndi. Mumi. Marimekko. Hvat meira vita vit um okkara norðurlendsku frændur fyri eystan Norðurlandahúsið fer í vár undir nýtt árligt listatiltak, har sjóneykan verður sett á eitt norðurland í eina heila viku. Fyrst á breddanum er Finnland. Fleiri av mætastu listaprofilunum koma higar at framføra og at sýna fram sína list. Urd Johannesen frá Norðurlandahúsinum greiddi frá í Morgunsendingini Fyrst loyvir tú forritinum at fáa atgongd til tína kontu. Síðani upplýsir tú, hvusssu nógvar minuttir tú í meðal brúkar á facebook hvønn dag. Forritið finnur so upplýsingar um, hvussu leingi tú hevur verið brúkari á síðuni, og roknar síðani saman. Fyrst loyvir tú forritinum at fáa atgongd til tína kontu. Síðani upplýsir tú, hvusssu nógvar minuttir tú í meðal brúkar á facebook hvønn dag. Forritið finnur so upplýsingar um, hvussu leingi tú hevur verið brúkari á síðuni, og roknar síðani saman. Tey, sum hava stovnað partafelagið, Pelagos, eru spf. Framherji, Pf. Palli hjá Mariannu, sum er reiðaríðið aftan fyri Norðborg og Christian í Grótinum, og so framleiðsluvirkið, Havsbrún, ið Odd Eliasen sjálvur er stjóri í. Nevndarformaðurin í nýggja uppsjóvarvirkinum, Odd Eliasen, sigur at samstarvi millum Havsbrún og hinar eigararnar er væl umhugsað. Tjóðveldi vil geva løgtingsnevndunum fleiri heimildir, millum annað møguleikan at hava almennar hoyringar og samráð og vanligar fundir fyri opnum hurðum. Tjóðveldi hevur trý uppskot um broytingar í stýriskipanarlógini frá 1994. Uppskotini eru um fólkaatkvøðu, nýtt løgmansval eftir hvørt løgtingsval, almennar nevndarhoyringar ella samráð og um alment innlit. Uppskotið um fólkaatkvøðu skal tryggja minnilutaverju, so ein triðingur av løgtingslimunum kann fáa lógaruppskot, sum løgtingð annars hevur samtykt, til fólkaatkvøðu. Tjóðveldi vil eisini gera tað lættari at sleppa av við løgmann og landsstýrið. Flokkurin vil hava í stýriskipanina, at í somu løtu, val er útskrivað, leggja løgmaður og alt landsstýrið frá sær. Og eftir hvørt val skal løgtingið velja løgmann. Málið um Skálafjarðartunnilin ger, at Tjóðveldi vil hava strangari reglur um alment innlit. Flokkurin vil, at undantøk frá almennum innliti ikki kunnu ásetast í serstakari lóg, eins og gjørt var í lógini um Skálafjarðartunnilin. Undantøk eiga at vera nevnd í lógini um innlit ella lógini um serstaka tagnarskyldu. Ein vanlig løgtingslóg eigur ikki at kunna forða fyri ella fullkomiliga avmarka rættin til alment innlit, heldur Tjóðveldi. Seks skuffur við grótsløgum, 18 við steinsløgum og 12 við ymiskum jarðfrøðiligum og og landafrøðiligum fyribrigdum. Hetta skápið við føroyskum gróti verður brúkt í undirvísingini í øllum skúlaverkinum. Uni Árting, sum varðar av hesum skápinum greiddi frá í morgun Maður skrivar neyðarróp, tí konan fyllir húsið við kettum og hundum. Honum dámar als ikki djór og heldur at tey oyðileggja húsið. Men hon vil ikki hoyra talan um, at nakað djór skal úr húsinum. Ein mamma harmast um ommuna og abban, sum gera stóran mismun á børnunum. Tey hava eitt yndisbarn og annað barnið happa tey. Hvussu skulu tey siga siga tað við tey Ein maður hevur fingið staðfest álvarsama sjúku. Men hann vil dylja tað fyri konu og børnum, tí hann heldur at hann skal verja tey. Er tað rætt Vaksin børn skriva um mammuna, sum er einkja, og sum hevur havt torført við at fóta sær. Nú er hon forelska í ungum manni og er glað og eydnusom. Men børnini halda hana vera pínliga og óttast at ungi kærleikin hjá mammuni bert hevur hug á hennara pengum. Í 21 síðu langa tilmælinum, sum Birita Ludvíksdóttir, løgfrøðiligur ráðgevi, og Terji Petersen, deildarstjóri, hava skrivað, er ein røð av atfinningum mótvegis FarGen verkætlanini. Fyri tað fyrsta ivast arbeiðbólkurin í, hvat landið fær burturúr teimum 12 milliónir krónunum, sum ætlanin er at fíggja við almennum pengum. Arbeiðsbólkurin sigur seg hava trupult við at síggja endamálið við at seta hol á eina verkætlan, ið hevur til endamáls at ílegulesa allar føringar nú, tá ið ítøkilig granskingarúrslit ikki spyrjast burturúr, og tá ið genomroyndirnar vera munandi bíligari komandi árini. Arbeiðsbólkurin heldur ei heldur, at tað framgongur greitt, um talan er um eina verkætlanin, ið hevur til endamáls at lesa 1000 genomroyndir og goyma tær í einari íleguskrá, ella um verkætlanini fevnir bæði um eina íleguskrá við 900 genomroyndum og eina pilotgranskingarverætlan við heilgenomlesing av 100 genomrýndum. Eins og V sindasiðsemisnevndin hevur víst á, so heldur arbeiðsbólkurin eisini, at ógreiða er í projektlýsingini, um talan er um eina verktætlan við einari íleguskrá, ella um talan er um eina verkætlan við íleguskrá við tilknýttum granskingarverkætlanum. Arbeiðsbólkurin heldur eisini at, verkætlanin er ov lítið inkluderandi í mun til relevantar partar í heilsuverkinum, sum tikið verður til. Bólkurin saknar, at eitt nú læknar í heilsuverkinum og Ílegusavnið verða tikin við í verkætlanina. Arbeiðsbólkurin vísir eisini á, at lógarverkið má tillagast til eina tílíka umfatandi verkætlanin. Tí mugu neyðugu lógarkarmarnir vera upp á pláss, áðrenn byrjað verður uppá so stórar verktætlanir sum FarGen, heldur arbeiðsbólkurin. Ein annar trupulleiki við verkætlanini er, at fíggjarligi parturin ikki er nóg væl lýstur. Niðurstøðan er tí, at arbeiðsbólkurin mæluir Heilsumálaráðnum frá at stuðla FarGen verkætlanini fíggjarliga. Ístaðin vísir arbeiðsbólkurin á Granskingarráðið, sum kann fáa tær 12 milliónirnar. 12 milliónir, sum kunnu vera markaðar til ílegugransking. Á tíðindafundinum um tollmálið legði Jørgen Niclasen stóran dent á, at aftaná september 1992 fór ongin vøra av goymsluni í Sørvági uttan at vera tollavgreidd. Men hetta er ikki satt. Tí tá tollmyndugleikarnir gjørdu eina eftirlitsvitjan eitt ár seinni, 29. september 1993, vóru tað fleiri sendingar, sum ikki vóru at finna á goymsluni, og aðrar, sum ikki vóru tollavgreiddar. Sambært vitnisfrágreiðingum av fleiri tollarum vóru eisini aðrar eftirlitsvitjanir í 1993, har tað eisini varð staðfest, at ótollaðar vørur vóru ikki at finna á goymsluni. Á tíðindafundinum um tollmálið legði Jørgen Niclasen stóran dent á, at aftaná september 1992 fór ongin vøra av goymsluni í Sørvági uttan at vera tollavgreidd. Men hetta er ikki satt. Tí tá tollmyndugleikarnir gjørdu eina eftirlitsvitjan eitt ár seinni, 29. september 1993, vóru tað fleiri sendingar, sum ikki vóru at finna á goymsluni, og aðrar, sum ikki vóru tollavgreiddar. Sambært vitnisfrágreiðingum av fleiri tollarum vóru eisini aðrar eftirlitsvitjanir, har tað eisini varð staðfest, at ótollaðar vørur vóru ikki at finna á goymsluni . Hóast landsstýrismaðurin ætlar fyribils at steðga FarGen verkætlanini, so hevur verkætlanarleiðarin, Bogi Eliasen, enn ikki mist vónina um, at íleguverkætlanin verður veruleiki. Meginfelag Føroyskra Studenta flytir nú heim til Føroyar. MFS varð stovnað í Keypmannahavn, og so at siga øll 51 árini, síðani felagið varð stovnað, hevur ein stórur partur av virkseminum ligið í Danmark. Alt fleiri velja tó at lesa í Føroyum, og hetta sæst nú eisini aftur í at skrivstovan hjá MFS flytir til Tórshavnar 10. mars í ár. Regin Berg, formaður í MFS, var í morgunsendingini og greiddi frá. Jørgen Niclasen legði á tíðindafundi fyrr í januar dent á, at eingin vøra varð útflýggjað av goymsluni hjá N. Niclasen aftaná september 1992, uttan at vøran varð tollavgreidd áðrenn. Hetta er kortini ikki satt. Hesi skjølini vísa, at ótollað vøra varð latin av goymsluni í Sørvági, uttan at vøran var tollavgreidd, sum Jørgen Niclasen annars tvíheldur um at hon var. Hóast tað nú fyri fólk millum 18 og 65, sum ikki eiga ella skylda 100.000 krónur í bankanum fer at kosta 20 krónur um mánaðin bara at hava eina kontu, so eru enn fyrimunir við at hava pengarnar í bankanum, heldur enn undir koddanum, heldur stjórin í BankNordik, Janus Petersen. Eik banki hevur fyribils ongar ætlanir um at taka ómaksgjald frá fólki fyri at hava konto í bankanum. Tað sigur Suni Schwartz Jacobsen, stjóri í Eik banka. Men hann vil heldur ikki avvísa, at tað kann koma uppá tal einaferð í framtíðini. Ónøgdir Bank Nordik kundar, eru vælkomnir at stovna konto í Eik banka, sigur Súni Swartz Jacobsen. Kommununar hava í hoyringssvari til Almannamálaráðið í samband við uppskotið, um at leggja eldraøkið út til kommunurnar, skrivað, at eldrabústaðirnir í Suðuroy eiga at vera lagdir í eitt felag, sum allar kommunurnar eiga saman. P margin bottom 0.21cm P margin bottom 0.21cm Fleiri av Fleiri av teirra filmum hava fingið altjóða viðurkenning og vunnið virðislønir, og í løtuni arbeiða tær við eini verkætlan, ið skal sýnast í Frankfurt í mars í samband vid Nordic Art and Fashion Biennial 2014. Í sendingini í dag hoyra vit um lús og hvussu farið verður í lúsakríggj. 31. januar er altjóða lúsadagur, og tá verður farið í lúsakríggj. Kristina EIdesgaard, sum arbeiðir á apotekinum í Havn, greiðir frá. Børn í Kollafirði siga sína hugsan um lús. Í kvøld er hann gestur í Vangamyndini í Degi amp Viku, og vit fara eisini at síggja brot úr framførslum í Norðurlandahúsinum í gjárkvøldið. Samrøður eru eisini við fólk, sum hava havt okkurt við Simma at gera mannin, sum hevur verið virkin í føroyskum tónleikalívi í meiri enn hálva øld, og sum eisini seldi ljóðføri til tónleikaspírar og eggjaði teimum at halda á. Bygningurin, sum verður liðugur um ein mánað, er fyrra byggistig. Seinna byggistig, sum fevnir um allar fakstovurnar, verður væntandi liðugt um eini 4 5 ár. Fyri at javnseta allar borgarar í Suðuroy, skulu kommurnar í oynni í felag eiga øll ellisheim og sambýli. Tað halda kommurnar í syðru helvt av Suðuroy. Katrin Johansen er eitt av mongu havnarbørnunum, sum dansaðu barnadans í Sjónleikarhúsinum í fimtiárunum. Har varð áhugin kveiktur, men Katrin minnist eisini við virðing læraran, Poul Eide, sum hon hevði í føroyskum í Færøernes Mellem og Realskole. Hann lærdi tey kvæði og eisini dansaðu tey nógv í Realskúlaum. Sum vaksin hevur hon dansað í Dansifelagnum í Havn og seinri í Dansifelag Kaggans. Katrin Johansen skipar vísuna Bøhmerlandsdronningen, sum omma hennara í Lorvís eisini plagdi at skipa. Vit hoyra Dansifelag Kaggans kvøða Fípuna Føgru. Marjun Berg Skipar. Eisini hoyra vit dansifelag Kaggans kvøða Viljorm Kornus. Maria Kristiansdóttir og Hans holm skipa. At enda syngur gamli lærarin hjá Katrin, Poul Eide, Jefta vísu. Anni og Oddmar Nattestad vóru so heppin at vinna bilin í Gekkinum síðsta fríggjadag og í dag, fríggjadagin, handaði Kringvarpið teimum bilin. Oddmar hevði keypt tríggjar gekkar, men tá Gekkaspælið kom, gav hann konuni gekkarnar, og setti seg sjálvan við telduna. Hann fylgdi ikki við, men einaferð kemur róp í, tí nú vóru tey um at fáa fulla plátu. Eg eftir telefonini, men ringdi fyrst skeivt. So var upptikið, men triðju ferð, eg ringdi, svaraði. Eg visti ikki, at tað var komið til hjulið, men so var. Eg trýsti á 1 talið, men eg var so ovfarin, at eg gloymdi heilt at trýsta á nullið. Ikki fyrr enn verturin gjørdi vart við tað, trýstið eg, og hjulið kom beint á bilin, og so var bara at taka av, sigur ein fegin Oddmar. Tey eiga ein seks ára gamlan bil, men høvdu avtalað, at dótturin skuldi yvirtaka hann. Tað gekk ikki meira enn hálvur tími, so ringdi hon, og helt fyri, at nú fekk hon bilin bíliga. Anni og Oddmar hava bara koyrt frá bilasøluni og til hús. Hann ásannar, at hetta er ikki tað sama. Alt er so elektroniskt, at at tað er ikki sum at siga tað. Men Oddmar sleppur ikki at royna tað nógva, tí hann siglir við Smyrli og í annaðkvøld setir Smyril kós ímóti Danmark, har meiri skal gerast við flaggskipið hjá Strandfaraskipum Landsins. Klokkan 15.00 sunnudagin spæla Neistin og VB kvinnur . Klokkan 18.00 spæla Kyndil og H71 menn . Útvarpið sigur beinleiðis frá báðum dystunum. Mánakvøldið klokkan 19.30 eru eisini tvær hálvfinalur á skránni. KÍF og STÍF spæla í Kollafirði. Útvarpið sigur beinleiðis frá tí dystinum, og fylgir eisini við kvinnudystinum millum VÍF og Kyndil í Vestmanna. Vit hoyra 4. part av bókini Bjørnin Alfred og hundurin Sámuel fara úr pappeskjuni. Bjørnin Alfred og hundurin Sámuel vakna ein morgun á loftinum og eru burturgloymdir í einari pappeskju. Har liggja teir saman við øðrum kloddutum toydýrum. Spakuliga fara teir at minnast eitt sindur av tí, sum hendi Fyrr í Tíðini, tá ið Óla Martin tók teir við sær í song, og ein, sum æt Gerhardsen, var fittur við øll smádýr. Nú vilja teir út í verðina at leita eftir Óla Martini og kanska Gerhardsen Á ferðini verða teir vísir í einum Aftur í pappeskjuna skulu teir ikki Ragnar Hovland skrivaði og Peter Sch ssow gjørdi myndirnar. Randi Kúrberg týddi til føroyskt og Bókadeild Føroya Lærarfelags gav út í 2010 Innanhýsis ófriður hevur verið í SF, síðan flokkurin fór í stjórn eftir fólkatingsvalið í september 2011. Málið um søluna av partabrøvum í DONG til amerikanska bankan Golden Sachs var dropin, sum bar við sær, at SF tók seg úr donsku stjórnini. Men hetta er eitt upplagt høvi hjá flokkinum at endurskapa sín samleika, heldur Annika Smith, sum var valevni hjá flokkinum í 2011 og hevði sæti í Fólkatinginum í desember fyri Villy Søvndal. Føroysk reiðarí kunnu lógliga manna skip við útlendingum uttan føroyskt arbeiðs og uppihaldsloyvi, um skipini ikki koma regluliga í føroyska havn. Eitt hol í útlendingalógini hevur við sær, at skip, sum ikki eru regluliga í føroyskari havn, og hevur útlendska havn sum heimstað, sleppa undan at hugsa um føroyskt pass og arbeiðsloyvi, tá skipini skulu mannast. Eysturoyartunnilin verður mettur at kosta eina milliard og 50 milliónir krónur, og Sandoyartunnilin verður mettur at kosta 860 milliónir krónur. Fyrst verður farið undir Eysturoyartunnilin, og tá hann er boraður í gjøgnum, verður farið at bora Sandoyartunnilin, tó í seinasta lagi í 2018. Sambært semjuni verður stovnað eitt alment partafelag, sum skal byggja og reka báðar tunlarnar. Landið setur tilsamans 400 milliónir krónur í felagið hetta til 2024, sambært langtíðaríløguætlanini. Sambært semjuni kanna felagið eisini taka ábyrgdarlán, og landið skal veita felagnum 10 milliónir krónur í árligum rakstrarstuðli, tá Sandoyartunnilin er tikin í nýstlu. Hetta svarar til ta upphædd, sum landið í løtuni rindar fyri siglingina við Teistanum um Skopunarfjørð. Ikki semja um privata loysn Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í tunnilsmálum, ásannar, at semja er ikki um, at Eysturoyartunnilin skuldi verða á privatum hondum burturav. Dentur hevur heldur verið lagdur á at finna eina semju, sum allir flokkar kunnu taka undir við. Tunnilsmálið hevur verið ein tungur burður, og í summar kostaði tað Kára P. Højgaard landsstýrissessin. Nú eru allir flokkar á tingi samdir um ein leist fyri at byggja Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin, sum báðir skulu vera almennir. Landsstýrismaðurin heldur, at nú eru allar súðir syftir, og at hetta uppskotið verður samtykt. Gerhard Lognberg sigur, at tað er ein tryggleiki, at báðir tunlarnir verða nevndir í semjuni, og at løgtingið ikki skal viðgera Sandoyartunnilin fyri seg. Kyndil er í finaluni hjá monnum. Seinna hálvfinalan bleiv sera spennandi, tí H71 vann hana og var tætt við at vinna samanlagt. H71 vann 26 24, men tað var akkurát ikki nokk, tí Kyndil vann fyrra dystin við fýra málum. Báðir dystirnir byrja klokkan 19.30. Útvarpið fer at siga frá dystinum í Kollafirði, og fylgt verður eisini við dystinum í Vestmanna. Góðan Morgum Føroyar gjørdi herfyri av, at fáa eitt búmerki, eitt logo, og fríggjadagin fingu vit eitt búmerki, sum vit hildu var vælegnað. International CES messa hevur verið í Los Angeles. CES stendur fyri Consumer Electronic Show. Umboð frá Ekspert vóru á messuni. Ein teirra er Rúni Joensen, sum vitjaði Morgunsendingina Stílurin, sum Ivalo Andreasen skrivaði í donskum, hevur verið at sæð á ymsum portalum og er eisini á facebooksíðuni hjá Góðan morgun Føroyar. Stílurin hevur elvt til mikið kjak. Morgungestur í morgun var Olga Magnussen, leiðari á Blákrossheiminum, sum í summar flytir alt sítt virksemi inn í nýggju húsini á Nesi. Herfyri søkti heimið eftir fleiri nýggjum starvsfólkum eitt nú einum familjuráðgeva, einum rúsevnisráðgeva og einum sálarviðgera. Í morgun varð spurt um heimið nú viðkar um sítt virksemi, og hvussu stendur til við rúsevnismisnýtslu í Føroyum. Samráðingar vóru í nýggju dagar í januar. Tað ljóðaði úr Bergen fríggjadagin, at ein semja var komin undir land, og at sera lítið skilti partarnar. Politiið í Føroyum hevur víst á, at politiið, tá tað kannar brotsmál, ikki hevur møguleika at brúka avlurting í sínum arbeiði. Hetta tarnar nógv kanningararbeiðinum, sigur politiið. Endamálið við broytingunum í fjarskiftislógini er at áleggja fjarskiftisveitarum í Føroyum skyldu til at hava neyðugu útgerðina, so politiið kann lurta eftir telefonum og lesa SMS boð. Samstundis er lógaruppskot, avlurtingarpakkin sonevndi, í løgtinginum. Broytingarnar í fjarskiftislógini fara at kosta veitarunum, Føroya Tele og Vodafone, 11,7 milliónir krónur, tí veitararnir skulu, sambært lógaruppskotinum, bera allan kostnaðin til útgerð og rakstur. Íløgan er mett at kosta tíggju milliónir krónur og raksturin 1,7 milliónir um árið. Tó skal politiið rinda fyri upplýsingarnar, sum tað fær frá telefeløgunum. Internetavlurting er ikki við í lógaruppskotinum, sum er á veg í løgtingið úr Vinnumálaráðnum. Hoyringarfreistin er stutt, hon endar fríggjadagin. Vinnumálaráðið vil nú hava løgtingið at áleggja telefeløgunum at geva sínum viðskiftafólkum møguleikan at varðveita telefonnummarið, hóast tey fáa sær annan veitara. Uppskot um at broyta fjarskiftislógina er sent til hoyringar. Góðan morgum Føroyar gjørdi herfyri av, at fáa eitt búmerki, eitt logo, og fríggjadagin fingu vit eitt búmerki, sum vit hildu var vælegnað. Kl. 9 í morgun kunnaði danski forsætisráðharrin, Helle Thorning Schmidt, Margrethu drotning um broytingarnar í stjórnini, eftir at SF fór úr stjórnini í farnu viku. Nýggjur heilsumálaráðharri verður Nick Hækkerup úr Javnaðarflokkinum, sum var handils og europaráðharri. Hann tekur við eftir Astrid Krag úr SF, sum kortini er farin upp í Javnaðarflokkin, eftir stríðið í farnu viku. Mogens Jensen úr Javnaðarflokkinum verður nýggjur handils og menningarráðharri, tað er eisini fyrstu ferð at hann verður ráðharri. Manu Sareen úr Radikala Flokkinum verður almanna , integratións og barnaráðharri, og heldur fram sum ráðharri í javnstøðumálum. Hann fer frá sum kirkjumálaráðharri og ráðharri í norðurlandamálum. Klokkan 9 í morgun kunnaði danski forsætisráðharrin, Helle Thorning Schmidt, Margrethu drotning um broytingarnar í stjórnini, eftir at SF fór úr stjórnini í farnu viku. Nýggjur heilsumálaráðharri verður Nick Hækkerup úr Javnaðarflokkinum, sum var handils og europaráðharri. Hann tekur við eftir Astrid Krag úr SF, sum kortini er farin upp í Javnaðarflokkin, eftir stríðið í farnu viku. Mogens Jensen úr Javnaðarflokkinum verður nýggjur handils og menningarráðharri, tað er eisini fyrstu ferð at hann verður ráðharri. Manu Sareen úr Radikala Flokkinum verður almanna , integratións og barnaráðharri, og heldur fram sum ráðharri í javnstøðumálum. Hann fer frá sum kirkjumálaráðharri og ráðharri í norðurlandamálum. Ein arbeiðsbólkur er mannaður við umboðum fyri bóndafelagið, Bændasamtøk Íslands, arbeiðsgevarafelagið, Samtøk Atvinnulífsins og brúkarafelagið, Neytendasamtøkin. Arbeiðsbólkurin skal arbeiða við at økja tilvitanina hjá matvøruframleiðarum og matvøruinnflytarum og fáa hesar týðiliga at merkja matvørurnar við upprunalandinum hjá vøruni. SF fór í farnu viku buturúr donsku stjórnini. Nú eru bert tveir flokkar eftir í stjórnini, Javnaðarflokkurin og Radikali Flokkurin. Bank Nordik boðaði í farnu viku frá, at bankin fer at taka mánaðargjald á 20 krónur fyri summar kontur. Fráboðanin var av fleiri sædd næstan sum ein skattur, tí eingin møguleiki er at sleppa undan at hava eina kontu í einum banka. Men bankarnir hava ikki lógatryggjaðan rætt til at avgreiða lønir, sum fleiri hava ført fram seinastu tíðina. Hóast bankarnir hava monopol, so hava bankarnir ikki lógatryggjað monopol uppá lønarkontur, sum millum annað fleiri løgtingslimir hava pástaðið alment. Støðan er tann, at fyri at kunna avgreiða lønina hjá føroyskum skattgjaldarum skal ein góðkenning frá Fíggjarmálaráðnum til. Í løtuni eru tað bert bankarnir, sum hava hesa góðkenningina og seinasti umsøkjari, sum fekk góðkenningina var Kaupthing banki, vísir eitt innlit, sum Kringvarpið hevur fingið. Men umsóknin frá Kaupthing, er ikki feskasta umsóknin. Taks hevur eisini søkt um at fáa góðkenning, men hevur enn ikki fingið svar. Taks søkti annars longu 5. november 2012, men av einari ella aðrari orsøk, sum vit ikki kenna, er umsóknin frá Taks ongantíð góðkend. Tað var tó ikki við tí fyri eyga at kunna avgreiða lønarkontur, at Taks søkti um góðkenningina, hóast tað hevði gjørt tað møguligt hjá Taks. Taks vildi sleppa at yvirtaka lønarútgjaldsskipanina frá bankunum í sambandi við, at pensjónsnýskipanin fór at gera arbeiðið munandi truplari fyri Taks at umsita. Í almennu øsingini um nýggja gjaldið frá Bank Nordik seinastu dagarnar hava fleiri eftirlýst aðrar møguleikar eitt nú at kunna hava lønarkonto í útlendskum bankum. Tingkvinna fyri Javnaðarflokkin leinkjaði millum annað til eina grein um, at nýggi dankski bankin co op bank, nú spennir seg út. Bankin byggir á sama limaprinsipp, sum keypsamtøkan. Linda Hesselberg, ákæri, sigur, at málini snúgva seg øll um skunk plantasjur. Skunk er sterkari slag av hampi, og tað verður dyrkað innandurða. Revsimálini eru savnað saman fyri at dómsvaldið kann áseta stig fyri, nær tann seki skal dømast fongsulsrevsing, og nær hann skal sleppa við bót. Rætturin skal eisini viðgerða tvey onnur mál um skunk, har annar persónurin er ákærdur fyri at hava 280 skunkplantur í varðveitslu. Hesin persónurin er fyrr dømdur fyri líknandi lógarbrot. Men Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu, fæst tó ikki at viðganga, at tað hevði verið betra loysnin at gjørt vegin oman fyri Leirvík, soleiðis sum ætlanin var einaferð. Fíggjarnevndarformaðurin heldur samanumtikið, at talan er um eina skilagóða loysn, sum ikki fer at ávirka fíggjarlógina skeiva vegin. Heldur tvørturímóti. Tveir 19 ára gamlir mans á Trøllanesi rokaðust við seyð, tá vit vitjaðu bygdina myndin . Alfred Eyðunsson bíðar eftir skipsboðum, tí hann skal við línuskipinum Kambi yvir á Flemish Cap, og Jóhannus Kallsgarð Joensen hevur júst verið á bóndaskeiði, tí hann ætlar sær at festa eftir abban Jógvan. Eyðun Eliasen, sum ger nógv burtur úr seyðahaldinum, sigur, at hesi árini hann hevur búð á Trøllanesi, hava ógvisligu sveiggini í búskapinum als ikki ávirkað hansara gerandisdag. Í sendingini hitta vit eisini bussføraran hjá Bygdaleiðum í Kalsoynni, Bjarta Joensen, læraran í Mikladals skúla, Mariu Sørensen, og báðar næmingarnar á Trøllanesi, sum eru systrarnar Andrea Eyðunsdóttir og Rannvá Eyðunsdóttir. Vegurin í Leirvík til Norðoyatunnilin fekk stóran skaða í uppganginum um vikuskiftið, og á Landsverki eru tey farin at endurskoða, um vegurin er nóg væl vardur. Tá kjak tók seg upp um, hvar vegurin til Norðoyatunnilin skuldi verða omanfyri ella niðan fyri bygdina segði hann sína støðu fyri leirvíkingum. Jógvan Skorheim, borgarstjóri, fer at leggja málið fyri fíggjarnevndina í Klaksvíkar býráð, og Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavík, vísir á, at eisini Runavíkar kommuna hevur nógv fíggjarligt samskifti við BankNordik Samráðingarleiðarin hjá ES í makreltrætuni, John Spencer, heldur tað vera vert at halda fram við samráðingunum. John Spencer mælti í gjár hinum strandarlondunum til at taka samráðingarnar upp aftur í London seinnapartin í morgin. ES, Norra, Ísland og Føroyar hava longu havt nógvar fundir um makrelkvotuna í 2014. Í síðstu viku vóru samráðingar í tríggjar dagar í Bergen. Tá partarnir fóru til hús á middegi fríggjadagin var tað við teirri avtalu, at teir fýra samráðingarleiðararnir tosaðu saman aftur í gjár, mánadagin. ES hevur formansskapin í samráðingunum um kvotuna í 2014. Og í gjár mælti John Spencer, samráðingarleiðari hjá ES, so til at taka samráðingarnar upp aftur í morgin, mikudagin. Borgarstjórin í Sands kommunu, Brandur Sandoy, kallaði í fjørsummar til eykakommunustýrisfund, við tí endamáli at seta fólk í starv í Barnagarðinum á Teigunum. Felags fyri starvssetaninar var, at størvini ikki vóru lýst leys, sum lógin ásetur. Heri Jacobsen, kommunustýrislimur vegna lista C, kærdi starvssetanirnar til Mentamálaráðið, tí ikki var hildið, at rætt var farið fram. Útfrá viðgerðini av málinum kann staðfestast at kommunustýrið og kærarin ikki hava viðgjørt málið í samsvari við lógina, og sum als ikki er nøktandi. Sands kommuna hevur ikki fylgt lógini í mun til at lýsa størvini leys, og ei heldur í mun til faklig krøv til starvsfólk, sum eru sett sambært lóg um dagstovnar. Mentamálaráðið ger tó ikki meira við málið, men leggur Sands kommunu eina við at fylgja lógini framyvir. Fuglafjarðar býráð samtykti í gjárkvøldið einmælt at geva partafelagnum Pelagos undir stovnan prinsipielt byggiloyvi til uppsjóvarvirkið, sum ætlanin er at byggja á økinum sunnan fyri Bergfrost og niðan fyri tangarnar á Enninum. Málið hevur skund, tí eftir ætlan skal Pelagos byrja at taka móti fiski í juli. Tá fer virkið at kunna frysta 600 tons um samdøgrið. Umframt at frysta heilan fisk fer Pelagos frá fyrsta degi at kunna heysa og skera flak. Áðrenn Sandoyartunnilin verður gjørdur, er neyðugt at kanna, um ein jarðfrøðilig umskaring ella stór riva er í havbotninum í Skopunarfirði. Umskaringin kann gera, at tunnilin fer at leka, og at hann verður dýrari at gera, sigur Bartal Højgaard, jarðfrøðingur á Jarðfeingi. Kanningarnar, sum skulu til fyri at staðfesta ella útihýsa umskaringina, fara at kosta 7,5 milliónir krónur, metti Landsverk í 2012. Havi ein son í 6.flokki. Hetta er ikki ein stórur trupulleiki, men kanska okkurt at hugsa um. Tað snýr seg um innihaldið í frálæruni í skúlanum. Havi altíð lisið nógv við børnum, og eri av tí áskoðan, at børnini eisini skulu lesa nógv í skúlanum, fáa gleði av ymiskum bókmentum og sleppa at arbeiða við skaldsøgum. Men nei Í skúlanum lesa tey bøkur, sum eru avoldaðar ella hava kristiligt endamál. Og eg havi frætt, at tey hava valt bøkur frá, tí onkrir eiðir eru í bókini og peika verður á onkur tabu evni. Sama er í kristni, har haldi eg, at børnini mugu læra um rættindi, moral, etikk og ikki bara hava sunnudagsskúla søguforteljing. Havi eg loyvi at blanda meg í innihaldið av tilfarinum, sum lærarar undirvísa í Kann eg seta krøv ella peika á ávís fyribrigdi í fólkaskúlalógini Anna Dalsgaard, lærari, svarar spurninginum í morgunsendingini Tøknifrøðiliga hjá Taks er einki til hindurs fyri at fáa mánaðarlønina útgoldna, uttan at lønin nakrantíð hevur verið gjøgnum eina lønarkontu í einum banka. Avgerðin hjá BankNordik um at taka 20 krónur um mánaðin frá summmum, sum hava kontu í bankanum, hevur gjørt mong firtin, og fleiri kommunu og landspolitikkarar hava eisini funnist hvassliga at avgerð bankans. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, boðaði um vikuskiftið frá, at hann fór at kanna málið. Føroya Landsstýri, also tað almenna, er størsti einstaki partaeigarin í BankNordik Upprunaliga vóru tað einstaklingar sum slóðaðu fyri og fingu samstarv í lag við Lions Club Eysturoy og kommunurnar í Eysturoynni, sum á vári 1980 komu saman í felagsskapinum Eysturoyar Røktar og ellisheim og valdu bygginevnd stýrið. Síðani heimið varð tikið í nýtslu, er tað útbygt tvær ferðir. Fyrst í 1992 og aftur í 2006, soleiðis, at í dag er pláss fyri 70 fólkum umframt 12 fólkum ið nýta Dagtilhaldið. Tá heimið fylti 25 ár, varð skipað fyri stórum almennum hátíðarhaldi, men tað verður ikki gjørt nú, verður sagt í skrivi frá heiminum. Bárður Østerø hevur hetta seinasta árið havt eina geit og ein geitarbukk. Lambið er nú tríggjar vikur gamalt, eitur Maria og trívist væl. Verri er við geitarbukkinum, hann hava tey etið til døgurða. Tórður Mikkelsen hevur verið í seyðahúsinum hjá Bárði Østerø á Trøllanesi. Psykiatriski depilin veitir nú í vár undirvísing fyri avvarðandi innan tunglyndi, psykosu, skizofreni og persónleikaólag. Undirvísingin byrjar fyrst í mars mánaða og undirvísingin fer fram á Eirargarði. Í útvarpsstovuni vóru í morgun Maria Andreasen Hentze, sum er avvarðandi og sjúkrarøktarfrøðingur og Eydna Iversen Lindenskov sjúkrarøktarfrøðingur. Psykiatriski depilin veitir nú í vár undirvísing fyri avvarðandi innan tunglyndi, psykosu, skizofreni og persónleikaólag. Undirvísingin byrjar fyrst í mars mánaða og undirvísingin fer fram á Eirargarði. Í útvarpsstovuni vóru í morgun Maria Andreasen Hentze, sum er avvarðandi og sjúkrarøktarfrøðingur og Eydna Iversen Lindenskov sjúkrarøktarfrøðingur. Fyri fyrstu ferð hevur tað eydnast Bárði Østerø bónda á Trøllanesi hava fáa eitt geitarlamb undan einari geit. Hann hevur hetta seinasta árið havt eina geit og ein geitarbukk. Lambið er nú tríggjar vikur gamalt, eitur Maria og trívist væl. Verri er við geitarbukkinum, hann hava tey etið til døgurða. Tórður Mikkelsen hevur verið í seyðahúsinum hjá Bárði Østerø á Trøllanesi. Fyri fyrstu ferð hevur tað eydnast Bárði Østerø bónda á Trøllanesi hava fáa eitt geitarlamb undan einari geit. Hann hevur hetta seinasta árið havt eina geit og ein geitarbukk. Lambið er nú tríggjar vikur gamalt, eitur Maria og trívist væl. Verri er við geitarbukkinum, hann hava tey etið til døgurða. Tórður Mikkelsen hevur verið í seyðahúsinum hjá Bárði Østerø á Trøllanesi. Ester Kristiansen sigur, at hon hevur nógv tilfar liggjandi. Ætlanin er at geva meira út seinni, men í fyrstu atløgu verður talan um einstakar sangir heldur enn heila fløgu Niels Christian Nolse, stjóri í Elektron, er farin frá, tí nevndin í Elektron hevur gjørt av, at fyritøkan í størri mun skal leggja dent á tænastur á føroyska marknaðinum . Nevndin hevur tikið til eftirtektar, at Niels Chr. Nolsøe hevur ynskt at verða loystur úr starvi. Hann hevur verið stjóri seinastu 19 árini. Kjartan Thomassen er settur sum fyribilsstjóri. Hann hevur starvast sum tekniskur stjóri á Elektron, og átti í og var stjóri fyri Sam teld, sum Elektron keypti í 2007. Skal Strandferðslan einskiljast Tað er spurningurin í kjaksendingini eftir Dag og Viku í kvøld. Rodmundur Nielsen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, hevur mælt til at einskilja Strandferðsluna, og at tænastur verða útveittar. Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum er ímóti. Teir báðir fara at kjakast í sjónvarpinum í kvøld. Beinta Løwe Jacobsen er vertur í kjaksendingini Arbeiðið at umvæla Skúladepilin í Suðuroynni er ikki byrjað enn, men tað verður skjótt, sigur Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki. Heilsuskúlin, sum skuldi flyta í Vágs skúla eftir jólafrítíðina, er framvegis í Skúladeplinum. Fyrst í desember var ætlanin, at arbeiðið skuldi byrja fyrst í januar, men enn er stóra umvælingin ikki farin í gongd. Allir útveggirnir í Skúladeplinum í Suðuroynni skulu gerast av nýggjum, bæði innan og uttan. Orsøkin er bæði gjóstur og lekar. Og sambært semju millum Landsverk og byggifelagið MT Højgaard, sum bygdi skúlan, skal byggifelagið rinda kostnaðin. Sambært sýni og meting, sum vórðu gjørd í 2012, kostar arbeiðið 16 milliónir krónur Men einki hámark er sett fyri, hvussu nógv, MT Højgaard skal rinda. Felagið skal, sambært semjuni millum Landsverk og MT Højgaard, rinda tað, sum arbeiðið kostar, eisini um tað kostar meira enn 16 milliónir krónur, segði Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, við Útvarpið fyrst í desember í fjør. Hóast arbeiðið ikki er byrjað enn, nú vit eru komin inn í februar, skal tað vera liðugt, tá skúlaárið 2014 byrjar í august. Tvey eftirlit vera við umvælingini. MT Højgaard fer at hava sítt eftirlit, og Landsverk fer eisini at hava eftirlit við arbeiðinum. Meðan Skúladepilin verður umvældur, flytur Heilsuskúlin í Vágs skúla. Sunnari endin, har sum Heilsuskúlin er, verður umvældur fyrst. Tá hann er liðugur, flytur Miðnámsskúlin í tann endan, meðan norðari endin verður umvældur. 0,8 prosent skilja partarnar í trætuni um makrelkvotuna. Og tey 0,8 prosentini skulu finnast í heildini, so talið 100,8 prosent enda á 100 prosentum, sum skulu býtast millum strandarlondini. Tað váttar føroyski samráðingarleiðarin Herluf Sigvaldsson. Hann sigur eisini, at heildarkvotan av makreli verður væntandi munin størri enn tey knappliga 900.000 tonsini, sum fiskifrøðingarnir í ICES mæla til. 0,8 prosent ljóða ikki av nógvum. Men tá talan er um so stórar nøgdir, blíva 0,8 prosent nógv kortini. Verður heildarkvotan til dømis ein millión tons, eru 0,8 prosent 8.000 tons. Og er kiloprísurin til dømis fimm krónur er talan um 40 milliónir krónur Samráðingarnar um makrelin verða tiknar upp aftur í London klokkan seks í annaðkvøld. ES hevur samráðingarleiðsluna nú í 2014, og John Spencer, samráðingarleiðarin hjá ES, mælti í gjár til at halda fram við samráðingunum í morgin. Føroyar svaraðu longu í gjár, at tað er í lagi. Ísland svaraði eisini ja í gjár, og fyrrapartin tók Norra undir við tilmælinum hjá John Spencer. John Spencer hevur sagt, at til ber at halda fram við samráðingunum um makrelin hósdagin og fríggjadagin. Klokkan tvey í morgin byrja samráðingarnar um norðhavssildina. Tær verða eisini í London. Ísland, sum hevur samráðingarleiðsluna í ár, hevur sett tveir dagar av til norðhavssildina. Og í morgun byrjaðu samráðingarnar um svarkjaftin. Tær eru eisini í London. Nevndin og stjórin í Elektron vildu ikki somu kós í spurninginum, hvørt fyritøkan skal menna virkisøki uttanlands. Tað hevði við sær, at Niels Chr. Nolsøe, stjóri seinastu 19 árini, vildi verða loystur úr starvinum. Súni Schwartz Jacobsen, nevndarformaður í Elektron, sigur, at fyritøkan nú fer at leggja størri dent á tænastur á føroyska marknaðinum, og menningin av virkisøkjum uttanlands steðgar. Politiið í Føroyum hevur eingi tøl um, hvussu ofta poltiiið hevur avlurtað telefonir, opnað brøv ella steðgað brøvum í sambandi við kanningar, tá illgruni hevur verið um brotsgerðir. Tí er tað bara ein meting, sum Rættarnevndin hjá løgtinginum hevur fingið frá fútanum, nú nevndin viðger avlurtingarpakkan. Rættarnevndin spurdi fútan, hvussu ofta politiið brúkar verandi møguleika at kanna samskiftið hjá fólki, sum eru undir illgruna. Nevndin spurdi eisini, hvussu ofta, politiið væntar at brúka møguleikan, sum lógarbroytingin er ætlað at gera. Fútin svarar, at politiið hevur eingi hagtøl um tað. Men ein meting hjá teimum, sum kanna rúsevnismálini, er, at seinastu fimm árini hevur politiið til dømis avlurtað telefonir í 15 málum. Harafturat eru líka so nógv mál, har sum illgrunin í rúsevnismálum hevur givið møguleika fyri at biðja rættin um loyvi til at avlurta telefonir ella lesa brøv. Umframt rúsevnismál hevur politiið brúkt møguleikan í 35 øðrum málum, eitt nú í málum um kynsligan ágang seinastu fimm árini. Fútin væntar, at politiið fer at brúka lógarbroytingina, sum er á veg, 10 til 20 ferðir um árið. Umframt at Niels Uni sigur sína hugsan, verða flestu sangirnir á fløguni spældir, so lurtarin eisini kann gera sína egnu meting um útgávuna. Tað skal verða lættari hjá Búnaðarstovuni at taka nýtslurættin til lendið aftur frá festarum og leiga kommunum lendið til almannagagnligt endamál. Tað heldur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í búnaðarmálum. Tí hevur hann lagt uppskot fyri tingið at broyta lógina um landsjørð. Broytingin merkir ikki, at tað verður tað sama sum at selja landsjørðina, sigur Jacob Vestergaard Heðin Mortensen, formaður í Kommunufelagnum, ásannar, at kommunurnar mugu rinda festarum fyri fíggjarligan miss av millum annað bygningum, hegnum og ørðum installatiónum, um kommunan skal nýta lendið. Men er talan um stórar almennar verkætlanir, eiga kommunan og landið at býta útreiðslurnar til festaran, heldur hann. Fyrstu skattatølini hjá TAKS í ár eru nú tøk. Landskassin fekk í januar mánaði 96,4 milliónir krónur inn í skatti, meðan kommunurnar fingu slakar 110 milliónir krónur. Fyri landið eru inntøkurnar á leið tað sama, sum sama tíðarskeið í fjør, meðan kommunurnar hava fingið nakrar fleiri skattakrónur enn sama tíðarskeið í fjør. Í januar komu eisini 20 milliónir krónur inn í eftirlønarskatti og góðar tríggjar milliónir í kirkjuskatti. Í eftirlønarskatti og í kirkjuskatti vísir uppgerðin hjá TAKS, at nakað meir av skatti er komin inn enn um sama tíðarskeið í fjør. Vinnarin av heimligu kappingini fer í november í ár at umboða Føroyar í heimsmeistarakappingini í karaoke, sum verður í Goa í Indien. Í døgunum 6. til 16. februar verður The Berlinale Film, ið telist millum heimsins størstu filmsstevnur, á skránnið í Berlin ein filmsstevna, sum í fjør taldi eina hálva millión vitjandi og har 124 lond vóru umboðað. 8. februar seta Sakaris Stórá og Ingun í Skrivarastovu kós móti Berlin til stóra filmsfestivalin, har filmurin Vetrarmorgun verður vístur sjey ferðir. Filmurin Vetrarmorgun er eisini tilnevndur ein Teddy Award, ið er hin fremsta, tá talan er um filmar, ið varpa ljós á evnið, ið hava týdning fyri samkynd. Vit hitta leikstjóran Sakaris Stórá og framleiðaran Ingun í Skrivarastovu. Sunnudagin fór stóra, spennandi og forkunnuga Finnlandsvikan Land í eygsjón av bakkastokki í Norðurlandahúsinum. Vit fara á gátt, har vit spyrja stjóran, Sif Gunnarsdóttir, og samskiparan, Hedvig Westerlund Kapnas, um skránnað komandi vikuna. Áðrenn løgtingið fer í summarfrí, fer hann at leggja fram uppskot, ið skal forða BankNordik at krevja kontugjald. BankNordik fer at krevja 240 krónur um árið fyri at hava kontu, millum annað um tú hevur minni enn 100.000 krónur í virksemi í bankanum. Í Sandoynni eru fólk varin og vita ikki, um tey kunnu loyva sær at vera bjartskygd, hóast Sandoyartunnilin á pappírinum ongantíð hevur verið so nær, sum hann er nú. Men at Gerda, Vinjard og onnur yngri fólk við børnum hava avgjørt at búseta seg í Húsavík hóast eingin tunnil enn er komin merkir ikki, at onnur fara at gera tað sama. Býráðið í Fuglafirði hevur tí biðið Trivnaðarnevndina hjá løgtinginum broyta lógaruppskotið hjá Almannamálaráðnum, so báðar kommunurnar verða javnsettar í samstarvinum. Í brævi til Trivnaðarnevndina skrivar býráðið í Fuglafirði, at sambært lógaruppskotinum fær Fuglafjørður tvey fólk og Eysturkommuna trý fólk í samstarvsnevndina. Hetta er sera óheppið fyri báðar kommunur, at onnur kommunan fær meirilutan í samstarvsnevndini, heldur býráðið í Fuglafirði. Kommunurnar báðar hava longu samstarv um barnavernd. Og har hava kommunurnar tvey fólk hvør í stýrinum og í barnaverndarnevndini. Tann samstarvsavtalan er góðkend í Almannamálaráðnum, vísir Fuglafjarðar býráð á. Hetta er eisini sjálvsagt í samstarvinum um eldraøkið. Býráðið í Fuglafirði biður tí Trivnaðarnevndina um at fáa við í álitið um uppskotið hjá Almannamálaráðnum, at Fuglafjarðar kommunu og Eysturkommuna skulu verða javnsettar í samstarvinum um eldraøkið. Trivnaðarnevndin viðgjørdi aftur í gjár uppskotini um eldraøkið. Men nakað er eftir á mál, og nevndin er ikki farin at skriva álit enn. Tá íslendski keypsskálin letur aftur fríggjadagin, verður ikki longur gjørligt at keypa og selja partabrøv í Atlantic Petroleum har. Tá Atlantic Petroleum fór á børsin í Oslo í desember í fjør, boðaði felagið samstundis frá, at tað fór at biðja um at verða strikað í keypsskálanum í Reykjavík. Seinkingin stóðst av, at íslendski tjóðbankin skuldi fyrst avgera, um íslendskir partaeigarar í Atlantic Petroleum kunnu selja síni partabrøv í Keypmannahavn ella Oslo fyri útlendskt gjaldoyra eftir at partabrævið ikki longur er skrásett í Reykjavík. Tað kann gerast dýrt at lánsfíggja Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin, tí eginpeningurin er so lítil. Harafturat verður tað ein stigvís samansparing í 11 ár. Borurin skal setast í Eysturoyartunnilin, tá einans 45 milliónir krónur eru settar av á fíggjarlógini. Ein tílík virkisveðseting hevði havt við sær størri fíggingarmøguleikar hjá vinnuni og betri trygd hjá peningastovnunum. Men í uppskotinum hjá landsstýrinum um eina dagførda lóg um tinglýsing er einki nevnt um fiskiloyvi og aliloyvi, sigur Felagið Peningastovnar í sínum hoyringarsvari um lógarbroytingarnar. Felagið vil hava hesi loyvini hjá vinnuni við í tinglýsingarlógina, tí, sum felagið sigur, so verður lættari hjá fiskivinnuni og alivinnuni at fáa lán og trygdin hjá lánveitarum verður sterkari. Felagið Peningastovnar heldur eisini, at virkisveð og kravsveð skula kunna stovnast bæði við ognarveðbrøvum og við skaðaloysisbrøvum eins og í Danmark, og ikki bara við ognarveðbrøvum, soleiðis sum lógaruppskotið sigur. Allir flokkar á tingi og uttanflokkatingmaðurin, Gerhard Lognberg, eru samdir um, at farast skal undir bæði Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin. Gongst sum ætlað verður sett á at bora Eysturoyartunnilin um eini tvey ár, og tá hann er boraður í gjøgnum, verður farið undir Sandoyartunnilin, tó í seinasta lagi í 2018. Tað almenna skal byggja og reka tunlarnar, og løgtingið skal játta tilsamans 400 milliónir krónur í partafelagið. Eftir ætlan skal verða koyrandi í báðum tunlum í 2021. Tað er óneyðugt at brúka fleiri milliónir til at kanna, um ein jarðfrøðilig umskaring er í Skopunarfirði. Tí har er neyvan nøkur umskaring. Hilmar Simonsen hevur fyri stuttum skrivað PhD ritgerð, sum millum annað snýr seg um jarðfrøðiligu viðurskiftini undir Skopunarfirði. Hann mælir til at gera bíligari kanning enn Landsverk skjýtur upp. SEV hevur tikið í nýtslu nýggja gjaldskipan, sum er knýtt at fjar avlestrinum. Sum frá líður verða allir kundar bundnir í skipanina, sum bert krevur inn gjald fyri veruligu elnýtsluna, og ikki metta nýtslu. Ákontogjøldini detta av hesum sama burtur komandi árini. Nýggja skipanin fær helst fólk at verða meira tilvitað um el nýtsluna, sigur Bogi Bendtsen, deildarstjóri fyri fyrisitingina í SEV. Eg havi ein spurning til máltáttin um orð, sum eita næstan tað sama í eintali og fleirtali til dømis epli, kvæði, skáp og sild. Ber til at siga eplir og kvæðir í fleirtali Havi eisini hoyrt onkran siga skápir um fleiri skáp og sildir ber til at siga so Hvussu er við orðinum hvalur, viðhvørt hoyra vit bæði hvalir og hval td. 100 hval løgdu beinini. Næstu viku fer almannamálaráðið á rundferð um landið at kunna um harðskap. almannamálaráðið hevði somu kunningarferð í fjør, og tað varð so mikið væl móttikið, at tey hava valt at endurtaka tað nú. Elin Winther Poulsen er verkætlanarleiðari fyri átakinum Sig frá, og Súsanna Nordendal, løgfrøðingur, vóru í útvarpsstovuni og greiddu frá Í morgun kl. 9 byrjaði ein royndarundvísing á Fróðskaparsetrinum í sambandi við fjarlesturin, sum setrið hevur arbeitt við seinastu tíðina. Tey lesandi, sum møta í morgun sleppa fyri fyrstu ferð at royna eina videoútgerð, sum ger tað lættari at samskifta og undirvísa um netið. Hvørki fleiri milliónir til Fróðskaparsetrið ella fleiri størv fáa føroyingar heimaftur, um vit ikki eisini gera pláss fyri teimum, sum hava ein øðrvísi livihátt. Tað sigur kynja og samfelagsfrøðingurin, Lív Patursson, sum eftirlýsir hugtøk sum rúmd og javnstøðu í kjakinum um fólkafráflyting. Kanningarnar hjá Lív Patursson byggja á orðaskiftið í løgtinginum um uppskot hjá Javnaðarflokkinum um tiltøk til tess at venda skeivu gongdini í fráflyting og burðaravlop. Eisini hevur hon kannað Heildarætlanina hjá Vinnumálaráðum við 37 átøkum, sum skulu skunda undir fólkavøkstur. Nú meira enn fýra mánaðir eru farnir, veit Tvøroyrar kommuna ikki, hvør skal hava rokningina fyri uppruddingararbeiðið eftir oljulekan á Trongisvágsfirði 25.september í fjør. Tríggir møguleikar eru, trý skip, sum kunnu hava likið oljuna, Smyril, eitt russiskt frystifarmaskip og ein útlendskt tangaskip, sum var á Tvøroyri við olju. Royndir vórðu tiknar av oljuni hjá øllum skipunum til at samanbera við oljuna, sum var á sjónum. Men tann samanberingin er ikki gjørd enn. Royndirnar eru, sum skilst, ikki sendar til greiningar. Tann eina royndin, sum varð tikin, varð tikin av skipinum, tá tað kom til Norra úr Føroyum. Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, sigur, at býráðið hevur rykt eftir svari oftari enn eina ferð. Tað tók nakrar dagar at rudda eftir oljudálkingina, og tað kostaði kommununi nógvar pengar. Tá, síðst í september, varð sagt, at tað kundi taka upp í seks vikur at greina oljuroyndirnar. Men enn eru royndirnar ikki greinaðar, og Tvøroyrar kommuna hevur ongan at senda rokningina fyri uppruddingina til. Linda Hesselberg á Fútaskrivstovuni vil einki siga um málið í dag. Hon sigur, at hon veit meira um málið í næstu viku, tá politiið hevur havt fund við Umhvørvisstovuna um málið og eitt annað oljudálkingarmál, sum var í Miðvági. Heldur ikki á Umhvørvisstovuni vita tey at siga, hvussu verður við málinum um stóru oljudálkingina á Trongisvágsfirði fyri góðum fýra mánaðum síðani. Av tí at syndarin er ikki funnin, ber ikki til at geva nøkrum bót fyri dálkingina. Bótin er stór eftir, at hon hækkaði nógv fyri nøkrum árum síðani. Bótin fyri 500 litrar er til dømis 150.000 krónur, og hon er 250.000 krónur fyri 1.000 litrar. Harafturat ber eisini til at geva skipum bót fyri ikki at boða frá oljudálking. Fýra fiskiskiparar fingu fyri løtu síðani 150.000 krónur í bót hvør fyri at hava fiskað í stongdum kassa. Harafturat avgjørdi Føroya rættur at konfiskera reiðskap og veiðu hjá fýra skipum fyri tvær milliónir og 175.000 krónur Flakatrolarin Vesturvón og uppsjóvarskipið, Finnur Fríði trolaðu saman, og flakatrolarin, Gadus og uppsjóvarskipið, Næraberg trolaðu saman. Fiskiveiðieftirlitið fekk sterkan illgruna um, at tey fýra skipini fiskaðu á stongdari leið norðanfyri, øki D, sum er stongt alt árið. Brimil gav tí Nærabergi og Gadus og Finni Fríða og Vesturvón boð um at sigla til lands. Skipararnir fingu sektaruppskot frá fútanum, men tað vildu teir ikki góðtaka, og tí fór málið í rættin. Skal fiskivinnan í Føroyum koma aftur á beint, er neyðugt at broyta verandi lóg um vinnuligan fiskiskap. Fiskidagaskipanin leggur ov nógvar avmarkingar á veiðutólini og forðar fyri menning, heldur Thormund Johannesen, skipsverkfrøðingur. Ongin Filmsgrunnur Landsins verður settur á stovn á hesum sinni. Í eina tíð hevur felagið Klippfisk strongt á at fáa ein serligan grunn settan á stovn í Mentamálaráðnum, har peningur til film verður settur. Mentamálaráðið hevur játtað 500.000 krónur í studningi til film á fíggjarlógini fyri í ár. Stigtakararnir til filmsframleiðslu vísa á, at um ikki peningurin verður umsitin av fakfólki og latin til serstakar filmsætlanir er vandi fyri, at onki kemur burturúr filmsvinnuni, tí pengarnir verða ov smábýttir. Tórshavnar kommuna bíðar eftir svari frá Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni, um at kommunan kann fáa jørð á Glyvursnesi ókeypis til golfvøll. Heðin Mortensen sigur, at Tórshavnar kommuna og landsstýrið hava gjørt avtalu um, at kommunan skal fáa jørðina til golfvøllin ókeypis frá landinum, og at landið skal gjalda fyri fíggjarliga missin hjá festaranum, ið brúkar jørðina. Tað fer at kosta kommununi 40 50 milliónir krónur at gera golfvøllin, sum skal hava 18 hol. Heðin Mortensen vónar, at vøllurin verður liðugur til Oyggjaleikirnar í 2019 Nú tinglýsingarlógin verður broytt, hava peningastovnarnir gjørt viðmerkingar til uppskotið, og teir mæla enn einaferð til, at teir eiga at fáa veð í fiskiloyvum og aliloyvum. Jacob Vestergaard væntar heldur ikki, at undirtøka verður fyri, at veiðiloyvi skulu setast í veð, nú arbeitt verður við einari nýggjari fiskivinnuskipan. Umboðsmaðurin hevur viðgjørt málið um, at Studni kravdi, at lesandi skuldu søkja um lestrarstuðul um eina talgilda samskiftisskipan. Í útgangsstøðinum velur ein borgari sjálvur, á hvønn hátt hann vendir sær til fyrisitingina. Hinvegin skal myndugleikin hava serstaka heimild fyri at áleggja borgaranum at samskifta talgilt. Umboðsmaðurin gjørdi vart við, at reglurnar í fyrisitingarlógini og fyrisitingarligar meginreglur eru galdandi, sama um málsviðgerðin er manuell ella talgild. Umboðsmaðurin vísir eisini á, at almennir myndugleikar hava ábyrgdina av at tryggja, at stig, sum verða tikin í sambandi við talgilda fyrisiting, eru lóglig, og at talgildu skipanirnar gera tað møguligt hjá myndugleikunum at halda galdandi lógarkrøv. Ákæruvaldið kravdi 200.000 krónur, tí talan var um skerpaðar umstøður. Vanliga bótin er 100.000 krónur, men Føroya rættur gav skiparunum á Gadusi, Nærabergi, Vesturvón og Finni Fríða 150.000 krónur í bót fyri at fiska makrel í stongdum kassa norðanfyri. Ákæruvaldið kravdi eisini, at skipini mistu reiðskap fyri góðar 3,7 milliónir krónur Men rætturin sigur, at reiðskapur fyri eina millión og 336.000 krónur var ólógligur. Bara reiðskapurin, sum varð brúktur til makrelfiskiskapin, er drigin inn. Føroya rættur gav ikki ákæruvaldinum viðhald í, at hin reiðskapurin, sum var umborð, skuldi konfiskerast. Men veiðan hjá skipinum, sum verð mett at vera verd 830.000 krónur, er eisini drigin inn. Sambært dóminum skulu skipararnir og reiðaríini bera hvør sína helvt av sakarkostnaðinum. Løgreglan er farin at kanna, hví ein av manningini á Christiani Høj sum er gamli Suðurvarði fekk álvarsligan skaða, tá skipið legði at bryggju í Hósvík í nátt. Alarmsentralurin fekk boð um óhappið um hálvgum trý tíðina í nátt. Meðan skipið lá upp á springið, og teir skuldu fáa enda úr aftasta klússinum í bakborð, var ein 25 ára gamal maður, sum eru úr Bulgaria, so óheppin, at høgra bein kom at liggja millum trossan og lúnningina. Maðurin misti beinið um hálvt skinnabeinið, og varð beinan vegin fluttur á Landssjúkrahúsið, og hann livir væl eftir umstøðunum, sigur løgreglan í tíðindaskrivi. Ein onnur kvinna spyr, um hon er kensluleys, meðan ein triðja er sera troytt av, at maðurin ikki hevur álit á henni longur, aftaná at hon var ótrúgv fyri fleiri árum síðani. Turið Horn, parráðgevi, svarar brøvunum frá lurtarunum. Høvuðsarbeiðssetningurin hjá fólkaskúlaráðnum er at ráðgeva landsstýrisfólkinum í øllum málum víðvíkjandi fólkaskúlanum og vera ein virkin liður í at ummæla, eftirmeta og at gera tilmæli um neyðugar broytingar á fólkaskúlaøkinum. Fólkaskúlaráðið hevur síðan 2011 latið úr hondum fleiri álit, eitt nú um sernámsfrøðiliga økið, førleikastovur og forskúla. Ráðið situr trý ár í senn, og 1. februar var tíðin farin hjá teimum, ið hava mannað ráðið seinastu trý árini. Nýtt fólkaskúlaráð verður sett í vár, upplýsir Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, og ein av fyrstu uppgávunum, ráðið fær, verður at gera eitt álit og tilmæli út frá seinastu Pisa kanningini. Hesa hava mannað fólkaskúlaráðið Karolina Matras, forkvinna, Marjun Ziskason, skrivari, Jenny Lydersen, samskipari, Andrass Henriksen, Jónleif Johannesen, Hans Jón Juul Thomsen, Mai Laksafoss Simonsen, Jákup Eli S. Olsen, Tonnie Strøm og Mannbjørn Olsen. Kringvarpið eigur at gera yvirskipaðar og fastar mannagongdir og leiðreglur, og serliga í førum, tá ið onnur framleiða sendingar fyri stovnin. Tað sigur Mentamálaráðið í niðurstøðuni í eini frágreiðing, sum ráðið gjørdi í sambandi við, at Kringvarpið avgjørdi at útveita nýggjárssendingina 2013. Og Mentamálaráðið vil nú hava Kringvarpið at gera slíkar mannagongdir og leiðreglur, sigur Bjørn Kalsø í skrivi, sum er sent Kringvarpsstýrinum, og sum liggur á heimasíðuni hjá Mentamálaráðnum. Mentamálaráðið sigur, at hetta kundi byrgt upp fyri ivamálum í sambandi við greiða skilnaðin millum sponsorering og programminnihald. Í mannagongdunum skal atlit takast at ásetingum í rundskrivi frá 1. oktober 2013 hjá Fíggjarmálaráðnum um at keypa vørur og tænastur. Mentamálaráðið fer at heita á Kringvarpið um at fáa slíkar mannagongdir og leiðreglur fyri stovnin og kunna ráðið um loysnina á málinum, stendur í skrivinum frá Bjørn Kalsø, landsstýrismanni, til Kringvarpsstýrið. Blaðið sigur seg vita, at tað, sum lá á borðinum í gjárkvøldið, tá samráðingarnar millum strandarlondini vórðu tiknar uppaftur, vóru 49,4 prosent til ES, 22,5 prosent til Norra, 12,4 til Føroya, 11,9 til Íslands og 3,7 prosent til NEAFC at lata Russlandi og Grønlandi. Hesi tølini eru, samanløgd, 99,9 prosent. Men sambært øðrum keldum, millum annað føroyska samráðingarleiðaranum, skiltu 0,8 prosent partarnar. Talið var 100,8 prosent, tá partarnir hittust í London í gjárkvøldið. 0,8 prosent skulu finnast í heildini, so talið endar á 100. Norska fiskivinnublaðið heldur seg tó hava so stóra vissu fyri sínum tølum, at blaðið hevur eina atkvøðugreiðslu á heimasíðuni, har spurt verður, um Norra eigur at góðtaka hetta býtið. ES stendur fyri samráðingunum um makrelbýtið í 2014, og samráðingarleiðarin hjá ES, John Spencer, hevur sett dagin í dag og fríggjadagin av til samráðingarnar. Samstundis eru eisini samráðingar um svartkjaft og norðhavssild í London í hesum døgum. Týsdagin 4.februar fór freistin, sum Rættarnevndin og Fíggjarnevndin fingu frá løgtingsformanninum fyrst í november at viðgera tunnilsmálini, sum komu í løgtingið 6.august í fjør. Men í næstu viku kemur nýggja tunnilssemjan um Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin í løgtingið. Tá verða øll hini tunnilsuppskotini væntandi tikin aftur. Tað er dagfest 18.desember 2013. Fíggjarmálaráðið gjørdi lógaruppskotið, sum skal geva landsstýrismanninum í fíggjarmálum loyvi til at stovna partafelag at gera og reka undirsjóvartunlar millum Eysturoynna og Streymoynna og Sandoynna og Streymoynna. Á landsstýrisfundi mánadagin var upprit og uppskot um kunngerð at flyta umsitingina av navnamálum til Umhvørvisstovuna til viðgerðar. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sigur, at tá innlendismálaráðið í fjør summar varð niðurlagt, vórðu umsitingarøkini hjá niðurlagda ráðnum býtt sundur millum hini ráðini. Á landsstýrisfundinum mánadagin varð avgjørt, at Umhvørvisstovan sum hoyrir undir Fiskimálaráðið, sum framman undan umsitir matrikkulmál, tinglýsingar og umhvørviðsmál, nú eisini skal hava navnamál undir sær. Tað heldur Jógvan Páll Lassen, advokatur, eftir at politiið í gjár sendi myndir út til allar miðlar av trimum ungfólkum, sum eru undir illgruna fyri at hava stolið á einari goymslu í Havn. Hann heldur, at hetta er eitt óheppið tekin, nú avlurtingarpakkin er til viðgerðar í tinginum. Politiið hevur fulla heimild at almannakunngera vakmyndir av fólki, sum eru undir illgruna fyri at hava stolið ella gjørt onnur brotsverk. Fyritøkur og stovnar, sum vilja hava vakmyndatól, skulu fyrst søkja Dátueftirlitið um loyvi til hetta. Og endamálið við at seta vakmyndatól upp er júst at fyribyrgja og uppklára stuldur, sigur Eyðhild Skaalum. Felagið fekk 6.059 tunnur av olju í miðal um dagin burtur úr sínum loyvum. Faroe Petroleum er sera virkið í Norra, og er nú millum tey feløg, sum hava flest loyvi at bora í norska landgrunninum. Felagið fekk tíggju leitiloyvi í fjør. Í tveimum loyvum er Faroe Petroleum fyristøðufelag. Felagið fyrireikar seg nú til 23.útbjóðingarumfar í Norra og 28.útbjóðingarumfar í Bretlandi. Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin fara ikki at ávirka kredittvirðið hjá landskassanum nevnivert, og fíggingarstovnar eru komnir við ábendingum um, at verkætlanin kann fremjast fyri rímiliga rentu. Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, nú allir flokkar hava gjørt semju í tunnilsmálinum. Uppskotið verður væntandi lagt fyri tingið í næstu viku. Hann sigur, at leisturin, sum tunlarnir verða gjørdir eftir, fer ikki at ávirka kredittvirðið nevnivert, men bant landið seg fyri allari íløguni, hevði rentan á landskassaskuldini hækkað munandi. Møguleiki skal vera at taka ábyrgdarlán til fíggingina, men Jørgen Niclasen sigur, at landskassin fer ikki at veðhalda fyri hesum lánum ella lánsbrøvum, sum møguliga verða útskrivað. Hann heldur, at 400 milliónir krónur í partapeningi er ikki so lítið, tí henda upphædd er ein triðingur av tí, sum Eysturoyartunnilin fer at kosta. Hvat hjálpir einum menniskja at vakna ein morgun hesumegin hetta áratúsundið. Hetta er heitið á triðja yrkingarsavninum hjá Kim Simonsen, sum samstundis er hansara fimta bók. Gunnar Nolsøe hevur tosað við Kim Simonsen Fyri at stimbra hjúnalagið, ynskir Heimamissiónin at geva pørum góð amboð til at menna ein sunnan og sterkan felagsskap gjøgnum alt lívið. Hetta er eitt tiltak, sum øll pør kunnu luttaka á og fáa ágóðan av, og sum ynskja at fáa amboð til at varðveita og uppbyggja sítt hjúnalag, ella bara seta sjey kvøld av til at hava tað hugnaligt saman sum hjún. Bara reiðskapurin, sum varð brúktur til ólógliga fiskiskapin, skal dragast inn. Og ikki allur annar reiðskapur, sum var umborð, tá tey fýra skipini vórðu tikin fyri at fiska makrel í stongdum kassa norðanfyri. Ákæruvaldið kravdi pengar fyri allan reiðskapin umborð. Men Føroya rættur sigur, at bara tað, sum varð brúkt í stongda kassanum, skal konfiskerast. Serliga hjá Finni Fríða ger hetta mun. Ákæruvaldið kravdi eina millión og 725.000 fyri reiðskapin hjá honum. Men rætturin sigur meira enn eina millión minni, 685.000 krónur Hjá Vesturvón var kravið knappliga 580.000 krónur, men rætturin sigur 116.000 krónur Kravið móti Nærabergi var 795.000 krónur, dómurin sigur 415.000 krónur Og Gadus slapp við 120.000 krónum, hóast kravið var 602.000 krónur Vanliga bótin fyri slík brot er 100.000 krónur Men ákæruvaldið kravdi 200.000 krónur, tí skipini, sum vórðu tikin, eru millum tey størstu í flotanum og tey partrolaðu, sum er ein effektivari fiskiháttur enn tá hvørt skip hevur sítt trol. Katrin Dahl sat í Tórshavnar Býráð frá 1988 til 2000. Hennara mesti áhugi var fyri heilsu og umhvørvismálum og sosialum málum. Heilt fitt fekst av skafti á hesum økjum, meðan hon sat í býráðnum. Katrin heldur, at kvinnur hava størri áhuga fyri reinførismálum og tílíkum enn menn, og tí er neyðugt at bæði kvinnur og menn eru í býráðum og á løgtingi. Hon og maðurin, sum er úr Funningi, eru nógv har norðuri. Í Funningi eru tey við í eini ætlan at restaurera seinastu roykstovuna í bygdini. Katrin heldur, at vit kundu brúkt tær minkandi bygdirnar meiri til dømis sum setursskúlar fyri skúlabørn av stórplássunum. Í framtíðini skulu fólk, sum keypa brúktan bil, lættari kunna síggja, hvør skuldin í bilinum er, so tey sleppa undan at fáa krav frá einum øðrum veðhavara, sum hevur lýst pant í bilinum.Tí tað kemur fyri, at meiri enn ein veðhavari hevur pant í bilum. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sigur, at tveir møguleikar eru nevndir. Antin verður kvotan, sum nú er felagskvota, býtt millum trolarar og línuskip, ella verður hámark sett fyri hvørt skipið, sum hevur loyvi at fiska á Flemish Cap í ár. Jacob Vestergaard sigur, at í fjør varð fýlst á, at kunngerðin um Flemish Cap kom so seint, at reiðaríini fingu ikki stundir at fyrireikað seg nóg væl. Tí varð kunngerðin fyri 2014 lýst tann 19.desember í fjør. Toskakvotan í 2014 er 3.246 tons. Í løtuni eru trý føroysk skip á Flemish Kap. Og fiskiskapurin er góður. Línuskipið Váðasteinur byrjaði fiskiskap sunnudagin, 2.februar, og til í gjár, 5.februar, hevði hann fingið 106,6 tons av toski, upplýsir Vørn. Trolarin Brestir byrjaði fiskiskap mikudagin í síðstu viku, og hevði til í gjár fingið 157,7 tons. Phoenix er júst byrjaður og hevði til í gjár bara havt tað eina hálið, sum var 700 kilo, upplýsir Vørn. Hóast Tjóðveldi hevur lagt fram uppskot um at broyta stýrisskipanarlógina, hevur flokkurin framvegis ein dreym um eina nýggja stjórnarskipan. Í næstu viku fer tingið at viðgera uppskotið frá Tjóðveldi, sum m.a mælir til almennar hoyringar og samráð. Eisini skjýtur flokkurin upp, at tað skal vera lættari at fáa llógaruppskot til fólkaatkvøðu. Uppskotið um at broyta lógina um landsjørð, sum Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur lagt fyri tingið, kann taka grundarlagið undan festikontuskipanini. Jacob Vestergaard vil gera tað lættari hjá Búnaðarstovuni at taka nýtslurættin til lendið aftur frá festarum og leiga kommunum lendið til almannagagnligt endamál. Men forkvinnan í Búnaðargrunninum heldur, at vandi er fyri, at færri pengar koma inn á festikonturnar. Óluva J. Midjord umboðar tó bert sjónarmiðini hjá einum parti av Búnaðargrunninum, tí grunnurin hevur sent tvey hoyringarskriv til lógaruppskotið. Lars Olsen hevur síðani 2011 verið venjari hjá føroyska A landsliðnum. Hann hevur sjey ára royndir sum venjari í superliguni, har hann fyrst vandi Randers og seinni OB. Í sendingini greiðir Hans frá sínum heilt stóra áhuga fyri føroyskum tónleiki og arbeiðnum at dokumentera føroyska tónleikasøgu við millum annað at leita upp eldri, ókendar tónleikaupptøkur. Tá Eysturoyartunnilin er komin, fer tað bert at taka ein góðan hálvan tíma at koyra millum Klaksvík og Havnina. Og tað fer bert at taka eitt gott korter at koyra millum Runavík og Havnina. Ferðslukanningar, sum vórðu gjørdar í fjør, vísa, at tilsamans 5.767 bilar fara at koyra í Eysturoyartunlinum um samdøgrið, og at ferðslan í Sandoyartunlinum verður millum 350 og 400 bilar um samdøgrið. Høvuðstunnilin millum Havnina og Skálafjørðin verður góðar sjey kilometrar til longdar. Harafturat kemur tunnilin, sum bindur fjørðin saman. Hann verður umleið fýra kilometrar til longdar. Sandoyartunnilin verður 10,6 kilometrar til longdar. Hann verður millum Gomlurætt á Streymoyarlandinum og kemur upp í Traðardali á Sandi. Sandoyartunnilin verður mettur at kosta 865 milliónir krónur Í dag, Sunnudagin 9. februar 2014, eru fimti ár síðan, at The Beatles á fyrsta sinni spældi í Ed Sullivan sjónvarpssendingini í USA. Hendingin varð mett sum ein nýggj byrjan fyri popptónleikin. Í mai ella juni flytur sølustaðið hjá rúsdrekkasøluni í Mølhandlinum í Skálavík til Sands, har tey hava leigað bygningin, sum BankNordik helt til í. Rógvi Fossádal, stjóri í Rúsdrekkasølu Landsins, sigur, at tey hava hugt at fleiri hølum í oynni, og nýggju hølini lúka treytirnar um, at tey skulu vera tíðarhóskandi og liggja høgligari fyri hjá viðskiftafólkunum. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur heitt á umsitingina um at kanna, um Copenhagen Infrastructure Partners skal hava eina millión útgoldnað, nú flokkarnir eru samdir um ein leist fyri Skálafjarðartunnilin, har danska íløgufelagið ikki er við. Hann vil tó ikki gera viðmerkingar til, hvør skal læna almenna tunnilsfelagnum pengar, men vísir á, at føroysk feløg eiga pengar, eitt nú íleggingargrunnurin og LÍV, sum upprunaliga var partur av verkætlanini Tunnilssemjan leggur upp til, at landið setur íalt 400 milliónir krónur í felagið, sum skal gera Skálafjarðartunnilin og Sandoyartunnilin. Peningur verður settur av á hvørjum ári til 2024. Sandoyartunnilin skal haraftrat fáa 10 milliónir krónur í rakstrarstuðli um árið, tí roknað verður við, at bert 350 400 biilar fara at koyra í tunlinum um samdøgrið. Tungljómur í kreppuárum. Myrk skýggj hómast í havsbrúnni í skiftinum til 90 árini. Vit fara frá teimum ljósu og kátu 80 árunum inn í tey myrku og døpru 90 ini. Samfelagskreppan, sum hevur verið í umbúna øll 80 ini, gerst veruleiki. Í 1992 kemur hol á svullin. Bankakreppan tekur tekur stóran part av vinnulívinum við sær í fallinum. Nógv missa hús og arbeiði, og útivið 5000 føroyingar rýma av landinum. Fyrru 90 árini eru ringastu kreppuár í Føroyum í nýggjari tíð. Dapra gongdin ávirkar eisini tónleikin. Ráðini at geva út tónleik versna. Í 1994 er talið á føroyskum fløguútgávum bara til helvtar av tí, sum tað var tvey ár frammanundan. Tað grør kortini á grasrøtursstigi. Nógvir ungdómar leita saman í tónleikabólkar. Í Havn er eitt spírandi umhvørvi kring Djónastovu og Margarinfabrikkina. Her birtast bólkar í hópatali. Mesta ávirkanin kemur frá nýggju tónleikarásini MTV, sum sæst í Havn frá 1989. Tónleikurin broytist. Hann verður harðari og myrkari kanska sum ein endurspegling av samfelagskreppuni. Tungmálmur og grunge er tað, sum flest allir nýggju bólkarnir spæla. Vit hoyra um havnarbólkarnar Mold og M.C. Hár, sum geva fløgur við egnum tónleiki út í 90 unum. Ein samtíðarbólkur er Visible Fish, sum er tann fyrsti av fleiri bólkum, ið sprettir á Gøtuleiðini. Fyri seg í øllum meldrinum stendur annar eysturoyarbólkur við heilt serligum stíli og ljómi Enekk. Hóast hetta eru ring ár í Føroyum er kortini líkt til, at mentanin stendur í blóma. Stór og spennandi tøk verða tikin á leikpalli hesi árini. Í 1993 verða Glataðu spælimenninir framførdir í Norðurlandahúsinum helst størsta einstaka pallverkætlan í Føroyum higartil. Vit eru eisini við í upptøkuhølunum, tá ið fólkakæri trubadoururin, Kári P. eftir tøgn í fleiri ár kemur heim til Føroyar at gera upptøkurnar til útgávuna Hinumegin Ringvegin . Borgarstjórarnir kring Skálafjørðin fegnast, nú Eysturoyartunnilin tykist gerast veruleiki, men ongur er eitt sindur varin. At tunnilin skal verða við til at fíggja Sandoyartunnilin tað nervar ikki borgarstjórarnar við Skálafjørðin Skálafjørðinum. Tað sigur redaktørurin á Portalinum, sum hevur almannakunngjørtvakmyndir av trimum fólkum, ið vera hildin at hava tikið sodavatn og tílíkt úr einari vørugoymslu í Havn. Í ílegunum, sum FarGen ætlar at kortleggja, eru persónligar og viðkvæmar upplýsingar um okkum øll. Tí er neyðugt at tryggja sær, at verkætlanin fylgir Ílegulógini. Tað sigur stjórin í Ílegusavninum, Guðrið Andorsdóttir, sum hevur sett løgfrøðingar at kanna ógreiðu viðurskiftini, ið hava tikið seg upp um FarGen verkætlanina. Kim Fupz Aakeson skrivaði bókina Sunnudagur. Malan Háberg týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2012. Elin á R gvi lesur. Í mál og avrikssáttmálanum fyri 2014, sum Fólkaheilsuráðið og Heilsumálaráðið hava gjørt, stendur, at Fólkaheilsuráðið seinastu árini hevur gjørt nógv átøk fyri at fáa færri at roykja. Vit hava eisini sæð eina spakuliga minking, men óvæntað tykist talið av vaksnum roykjarum nú at kvinka uppeftir aftur. 27 siga seg roykja hvønn dag, sigur Fólkaheilsuráðið. Eisini millum børn og ung eru ov nógv, sum roykja. 19 prosent av teimum, sum gingu í níggjunda flokki fyri trimum árum síðani, roykja. Hetta talið er alt ov høgt, ikki minst tá vit samanbera okkum við grannalond, sigur Fólkaheilsuráðið. Her er brúk fyri munagóðum átøkum. Árgangur 2000, tey, sum eru fødd í 2000, skulu haldast roykfrí við serligum átøkum millum børnini í tí árganginum. Tey vaksnu, sum roykja hvønn dag, skulu úr 27 prosentum niður í 20 prosent. Avtala er gjørd við Jákup Veyhe um at spæla serligan interaktivan leik í fimta flokki í fólkaskúlanum. Eisini í ár fáa fólk, sum vilja leggja av, SMS boð, og hjálparfólk hjá kommunulæknum fáa skeið í at hjálpa fólki at leggja av at roykja. Royking er eitt av fýra fokusøkjum hjá Fólkaheilsuráðnum í ár. Ein hálv millión skal brúkast til at fáa fólk at leggja av ella lata vera við at festa sær í fyrstu ferð. Helvtin av pengunum fer til løn til samskipara, sum skal setast í hálvt starv. Í lýsingini eftir fólki verður samstundis sóknast eftir uppskotum til átøk. Tann, sum fær starvið, skal í ávísan mun seta í verk sína egnu arbeiðsætlan. Hini økini, Fólkaheilsuráðið fer at leggja dent á í ár, verða skipað eftir sama leisti sum roykingin. Fokusøkini eru rúsevni og rúsdrekka, rørsla og kostur. Bústjórin í trotabúnum eftir Dimmalætting roynir nú at fáa pengar at býta millum kreditorarnar. Til sølu er Dimmalætting øll árini, hon kom út. Partur av tí liggur í bókahillum, og ein partur liggur leysur. Bókahillarnar fylgja við í keypinum. Trotabúgvið er kunnað um, at savnið er heilt ella næstan heilt komplett, sum tað stendur í lýsingini. Úr trotabúnum Sp f Bring, sum fyrr var Dimmalætting, eru partabrøvini í Sp f D Media, sum hevur hjánøvnini Sp f Dimmalætting og Sp f Amtstidende for Færøerne, til sølu. Búskapar og Løgfrøðingafelagið hevur tapt eitt sakarmál móti Fíggjarmálaráðnum, sum fakfelagið hevur ført fyri fyrrverandi starvsfólkini í Landsbankanum í Føroya rætti. Men lønardeildini sýtti fyri hesum, og vístii til, at øll starvsfólkini høvdu fingið annað starv hjá tí almenna, og tí ikki skuldu hava uppsagnarløn. Ewald Kjølbro, stjóri í Landsverki, heldur fast um tilmælið um at gera kjarnuboringar í Sandoynni, áðrenn arbeiðið at byrja Sandoyartunnilin byrjar. Hilmar Simonsen, jarðalisfrøðingur, sigur, at hesar kanningar eru óneyðugar, og hevur mælt til, at peningurin verður nýttur til okkurt annað. Tú fært ikki rentustuðul, um tú leigar eina íbúð ella eini hús, men tað gert tú, um tú keypir. Eisini tá ið bankin hevur lovað at keypa íbúðina aftur frá tær eftir tveimum árum, eins og BankNordik ger á Heimasta Horni í Havn. Aftaná summarfritíðina byrjar ein nýggj útbúgving á Tekniska skúla í Havn. Útbúgvingin er ein 2 ára serføroysk útbúgving, sum fevnir um øll liðini í framleiðsluni at virka ull, skinn og fiskaskræðu og samstundis leggur dent á handverkið sum listahandverk. Sanna Nolsøe Djurhuus úr Røddini hevur hitt Lailu av Reyni, sum er leiðari á klædnadeildini á Tekniska skúla fyri at frætta nærri um hesa útbúgvingina. Lív ger einki við Eysturoyartunnilin, fyrr enn politiska semjan er staðfest í løgtinginum og almenna partafelagið, sum skal gera og eiga tunnilin, er stovnað. Lív eigur P f Skálafjarðartunnilin og 20 prosent í partafeløgunum, sum Copenhagen Infrastructure Partners stovnaðu í Føroyum í juni í fjør. Lív gjørdi samstarvsavtalu við PensionDanmark, sum eigur pengarnar, Copenhagen Infrastructure Partners skuldu gera íløguna fyri í Føroyum. Lív samtakið, sum landsstýrið framvegis eigur, var einasti íleggjari í Føroyum, sum hevði álit á privatu loysnini á Skálafjarðartunlinum. Støðan hjá Lív er tann sama í dag sum hon var í fjør summar. Stjórin í Lív, Jan Jakobsen, og nevndarformaðurin, Finn Danberg, siga báðir, at Lív bíðar eftir endaligu avgerðini um almennu loysnini, sum politisk semja nú er um. P f Skálafjarðartunnilin, sum Lív eigur, hevur seismiskar kanningar, sum vórðu gjørdar fyri nøkrum árum síðani á leiðini, har sum tunnilin millum Eysturoynna og Streymoynna skal vera. Kanningarnar siga, hvussu jarðfrøðiligu viðurskiftini eru undir Tangafirði og Skálafirði. Hesar kanningar kann almenna partafelagið, leggur tað í, keypa frá P f Skálafjarðartunlinum, so almenna felagið sleppur undan at gera kanningarnar av nýggjum. Hvørki stjórin ella nevndarformaðurin vilja siga, hvussu nógv, seismikkurin kostar. Men partapeningurin í Skálafjarðartunlinum er 11,8 milliónir krónur Thorvald Poulsen av Steinum, ið stovnaði grunnin, var gartnari í Havn, og hann hevði stóra áhuga fyri bókmentum og list. Grunnurin hevur til endamáls at stuðla og eggja ungum fólki við listarligum hegni til útbúgving. Limirnir í nevndini eru sambært viðtøkunum fyri grunnin, rektarin á Fróðskaparsetri Føroya, formaðurin í Listasambandi Føroya og formaðurin í Føroya Lærarafelag Eini hjún er ósamd um, tey skulu fáa sær eina vaskikonu. Konan sigur ja, meðan maðurin sigur, at tey kunnu klára reingerðina sjálvi. Roynið tað í eina tíð og vitið, hvussu tað riggar, mæla Leif Láadal, Bergur Debes Joensen og Malan Eyðunsdóttir til. Hini báðir spurningarnir eru, hví koma summi altíð ov seint, og um tað er rætt, at arbeiðsplássið stjelur frítíð frá starvsfólkunum. Hoyr alla sendingina her. Jóhanna hevur við sínum dugnaskapi tryggjað fyritøkuni Faroe Ship støðug og góð úrslit, hon er kveikjandi stjóri og dugir væl at vísa sínum starvsfólki álit. Jóhanna tók fyrst útbúgving innan marknað og útflutning og seinni kandidatútbúgving innan fyrisiting. Hon var sølustjóri hjá JFK, áðrenn hon tók við starvinum sum stjóri á Faroe Ship. Á arbeiðsplássum sum JFK og Faroe Ship eru mannfólkini í stórum meiriluta, og tað kann í sær sjálvum vera ein avbjóðing fyri ein leiðara, ið er kvinna, at verða góðtikin. Tað verða konsertir og eisini verður farið í studio. Júst nær og hvar hetta ymiska verður er ikki greitt enn, tí enn eru teir komnir rættiliga stutt í tilgongdini Broytingarnar í lógini um landsjørð, sum løgtingið viðger, kunnu gera, at bøndur í framtíðíni noyðast at fara í peningastovnarnar eftir fígging. Og tað verður so fígging við teimum treytum, sum peningastovnar seta. Marion á Lakjuni og Óluva Midjord góvu Vinnunevndini hjá løgtinginum eitt skjal um fíggjarstøðuna hjá Búnaðargrunninum, tá tey vóru á fundi har fyrr í vikuni. Har verður sagt, at skal Búnaðargrunnurin altíð hava pengar tøkta á festikontum til festarar, sum søkja um pengar haðani, fer grunnurin bara at hava sjey átta milliónir krónur at læna út hvørt ár. Tað verður so at siga ógjørligt at reka hummaraveiðu á Árnafirði, nú Føroya Kærustovnur hevur staðfest avgerðina hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, um at loyva Bakkafrosti at flyta aliringarnar inn á eitt gott hummaraøki á fjørðinum. Tað heldur Hummarafelagið. Felagið skrivar í kæruni til Vinnukærustovnin, at tað fer at raka hummaraveiðuna meint, um aliringarnir verða fluttir longri út á fjørðin, tí veiðumenninir fara at missa umleið helvtina av tí økinum, har hummari er at fáa á Árnafirði. Og við bert hálvum øki, verður ógjørligt at fiska hummara, tí hon fer neyvan at bera seg. Í avgerðini um at loyva Bakkafrosti at flyta aliringarnar, skrivar Vinnukærunevndin, at hon metir, at avgerðin hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni hevur neyðuga heimild í lógini. Vinnukærunevndin metir, at hummaravirksemið bert í lítlan mun verður ávirkað av broytingini í aliloyvinum, og at hummarabátarnir hava góðar møguleikar at tillaga sína veiðu á fjørðinum, tí teir hava loyvi at veiða hummara frítt á øllum fjørðinum. Men hesa avgerðina góðtaka Poul Eiden M ller og Finn Jacobsen, sum hava hummaraloyvi á Árnafirði ikki. Teir hava tí kært málið til Løgtingsins Umboðsmann. Í kæruni skriva teir, at teir hava gjørt íløgur fyri fleiri hundrað túsind krónur í bát, útgerð, bil og í tvey hummaraloyvi. Eisini hava teir í fleiri ár røkt hummarastovnin á Árnafirði. Stovnurin verður millum annað røktur á tann hátt, at hummari, ið er minni enn eitt vist, verður sleptur livandi út aftur. Alilloyvi er givið júst á bestu hummaraleið á fjørðinum, og tað ber ikki bara til at flyta veiðuna, tí tað er avmarkað, hvar á fjørðinum, hummari trívist. Í røktini av stovninum er tí avgerðandi at varðveita somu hummaraøki yvir langa tíð vísur Hummarafelagið á. Fyri tveimum árum síðani var aliøkið hjá Bakkafrosti flutt einar 500 metrar longri út á fjørðin, og tá mistu hummaramenninir eisini ein part av økinum, har hummari er at fáa. Tað mælir ein arbeiðsbólkur til, sum júst hevur latið Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, og Johan Dahl, landsstýrismanni í vinnumálum álit. Mælt verður til, at loyvisskatturin verður ein eyka felagsskattur upp á 4,5 prosent, og tøkugjaldið skal vera eitt hálvt prosent av marknaðarvirðinum, tá alifiskur verður tikin. Sambært arbeiðsbólkinum fer nýggja gjaldið at geva landskassanum umleið 39 milliónir krónur Av hesum stava 10 milliónir krónur frá tøkugjaldinum og 29 milliónir frá eykaskattinum. Men bólkurin væntar, at loyvisgjaldið í longdini verður nakað lægri. Arbeiðsbólkurin er samdur um tilmælið, men nevndin í Havbúnaðarfelagnum tekur undir við tilmælinum. Tað treytað av at einkarrætturin hjá Apotekinum at selja heilivág til alvinnuna, verður tikin av, so føroyska alivinnan verður sett javnt við alivinnuna í grannalondunum. Landsstýrið setti á vári í fjør ein arbeiðsbólk at koma við tilmæli um eykaskatt á fiski og alivinnu. Seinni skipaði arbeiðsbólkurin seg í tveir bólkar ein fyri fiskivinnu og ein fyri alivinnu. Í arbeiðsbólkinum sótu Hans Kári Vang, fulltrúi í Fíggjarmálaráðnum, Atli S. Leo, ráðgevi í Fíggjarmálaráðnum, Pól E. Egholm, fulltrúi í Vinnumálaráðnum, og Atli Gregersen, nevndarlimur í Havbúnaðarfelagnum. Harumframt hevur Stefan í Skorini, ráðgevi fyri Havbúnaðarfelagið, verið við í arbeiðnum. Skattgjaldarin á Tvøroyri hevur lagt út, men løgreglan er ongan veg komin í sínum kanningum at finna, hvør hevur ábyrgdina av dálkingini. Staðfest varð beinan vegin, at oljulekin kundi stava frá trimum skipum Smyrli, einum russiskum frystifarmaskipi og so einum útlendskum tangaskipi, sum var á Tvøroyri við olju. Í hesari sendingini hava tríggir næmingar úr framhaldsdeildini, umframt ein miðnámsskúlanæmingur, tosa um hví ung í Føroyum ikki hava álit á landsstýrið og miðlarnar. Sanna var á Koks, har hon hitti nýggja høvuðskokkin, 23 ára gamli Poul Andrias Ziska. Eisini greiddi Elsa Berg frá tiltakinum Frá facebook til fólkaræði. Ásbjørn og Petur eru lærarar, og halda at evnafrøði er ein spennandi lærugrein. Teir vísa okkum royndir, lavalampur og mangt, mangt annað. Maria Kristiasdóttir, sum býr í Kollafirði, fór at dansa sum 18 ára gomul, tá Norðstreymoyar Dansifelag varð stovnað. Hon fekk áhuga fyri dansi og kvæðum, men harafturat var tað ein stuttleiki at sleppa at koyra dansifólk millum bygdirnar hjá tí ungu kvinnuni, sum júst hevði fingið koyrikort. Maria dansar bæði við norðstreymingum og í Dansifelag Kaggans. Saman við Hansi Holm skipar hon Viljorm Kornus á upptøku við dansifelagnum í Kagganum. Hon hevur eisini tikið sær av barnadansi í fleiri ár í Norðstreymoyar Dansifelag og fer í summar við børnum til Íslands at dansa. Gindavísuna skipar pápi Mariu, Kristians Zachariassen, í Streymnesi. Brókatátt skipar Jóhannes Bjørgvin, sum búði í Vestmanna, men var úr Tjørnuvík. Tað er enn ikki eydnast strandarlondunum at finna semju í makreltrætuni. Partarnir eru aftur farnir hvør til sítt, og samráðingarnar verða tiknar upp aftur seinni. Í síðstu viku vóru samráðingar í tríggjar dagar í Bergen, og enn eitt samráðingarumfar hevur verið í London hesa vikuna. Heldur ikki hesaferð var avtala undirskrivað, og tað er ikki greitt, nær fundur verður aftur. Tað skilst á øllum brøgdum, at strandarlondini eru nær einari semju. Samráðingarleiðarin hjá ES, John Spencer, segði í vikuni, at tað er neyðugt at halda fram við samráðingunum, tí partarnir nærkast hvør øðrum. Nógv tøl hava verið frammi í miðlunum, summi eru rættari enn onnur, men eg vil einki siga fyri at órógva samráðingarnar, sum tykjast hava undanvind í løtuni, sigur Jacob Vestergaard. Norski samráðingarleiðarin, Ann Kristin Westberg, er vónbrotin um, at tað ikki rakk á mál hesaferð. Sambært norska blaðnum Fiskaren er orsøkin, at strandarlondini eru ikki samd um eina sonevnda pakkaloysn. Norra hevur av øllum alvi spent seg út fyri at røkka einari semju, men tað er eisini eitt mark. Vit eru nær einari semju, men eingin endalig avtala spurdist burturúr hesaferð, sigur hon. Steypið er farið frá øðrum grannanum til hin. Kyndil vann 19 14 á Neistanum í steypafinaluni hjá kvinnum. Hálvleiksstøðan var 10 6 til Kyndil. Tað er sjálvdan, sera sjálvdan, at Neistin fer av vøllinum við bara fjúrtan málum, men tað kom ikki av ongum. Kyndilsverjan var uppsett og kontant frá fyrsta bríksli, og einki bleiv givið. Tá tað so eydnaðist Neistanum at koma til skotmøguleikar, var Kristina Kriksaite í málinum klár. Hon hevði eitt bjargingarprosent upp á 56 prosent, og var uttan iva dagsins leikari. At Kyndil vinnur fyrsta steypið í kvinnuhondbólti í 14 ár kemur heldur ikki av ongum. Liðið er framvegis ungt, men fleiri av teimum ungu, sum hava vunnið nógv í ungdómsárinum, eru blivnar vaksnar. Liðið hevur nakrar rutineraðar leikarar, men tær flestu eru føddar 1993 1995, og tí er hetta úrslit av góðum ungdómsarbeiði í Kyndli. Forkvinnan í nevndini, Helena Dam á Neystabø, hevur grundgivið fyri, at nýggjur skúli skal vera í miðbýnum. Undirtøka var ikki fyri tí, og nú verður nýggjur skúli bygdur í Vesturbýnum. Tað er stórur tørvur á at fáa loyst trupulleikarnar við Kommunuskúlanum og Venjingarskúlanum. Undirtøka var fyri hesum, sigur hon. Við at flyta virksemi hjá Fróðskaparsetrinum inn í Venjingarskúlan er farið undir tilgongdina at fáa eitt sorópt universitetskampus í Havn, og kommunuskúlin verður nú mentanarhús í royndini at fáa lív í miðbýin. Ætlanirnar hjá Mentanarnevndini verða nú lagdar fyri býráðið, og forkvinnan væntar, at verkætlanirnar verða samtyktar, so arbeiðið kann byrja skjótast tilber. Tað spurdist heldur eingin avtala burturúr samráðingarumfarinum, sum hevur verið í London hesa vikuna. Partarnir eru aftur farnir hvør til sítt, og samráðingarnar verða tiknar upp aftur um tvær vikur. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sigur, at strandarlondini eru nær einari semju. Samráðingarleiðarin hjá ES, John Spencer, segði eisini í vikuni, at tað er neyðugt at halda fram við samráðingunum, tí partarnir eru nær hvør øðrum. Eftir mínum tykki eru tað smáting, sum skilja partarnar. Føroyar eru at kalla klárar at skriva undir tað avtaluna, sum nú er á borðinum, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Grønu viðhaldsfólkini hjá Kyndli trúðu tí næstan ikki, men veruleikin er, at felagið hjá teimum stendur eftir við tveimum steypum. Menninir vunnu 22 20 á KÍF, eftir at hava verið á odda 10 9 í hálvleikinum. Gleðin var ovurstór á fleiri Kyndilsleikarum. Andreas Sólsker segði eftir dystinum, at hetta var tað størsta, sum hann hevði upplivað í hondbólti. Julian Johansen fegnaðist eisini um fyrsta gullheiðursmerki í vaksnamannahondbólti, og takkaði samstundis fyribils fyri seg sum leikari. Eg eri venjari hjá Neistakvinnunum, og tí havi eg fyribils boðað Kyndil frá, at eg eri ikki tøkur at spæla, segði Julian Johansen við Kringvarpið. Bæði Bogi Andreasen og forkvinnan í mentanarnevndini, Helena Dam á Neystabø, mugu ásanna, at tað hevur ikki eydnast teimum at sannført meirilutan um tað hugskotið. Tey fara av somu orsøk at atkvøða fyri teimum ætlanunum, sum nú eru á borðinum. Enn er eingin, sum veit, hvussu Kommunuskúlin skal virka sum mentanarhús. Men tað fer vónandi at fáa lív í miðbýin, sigur Bogi Andreasen, sum enn heldur, at Kommunuskúlin skal virka sum skúli. Vit hoyra 5. part av bókini Bjørnin Alfred og hundurin Sámuel fara úr pappeskjuni. Bjørnin Alfred og hundurin Sámuel vakna ein morgun á loftinum og eru burturgloymdir í einari pappeskju. Har liggja teir saman við øðrum kloddutum toydýrum. Spakuliga fara teir at minnast eitt sindur av tí, sum hendi Fyrr í Tíðini, tá ið Óla Martin tók teir við sær í song, og ein, sum æt Gerhardsen, var fittur við øll smádýr. Nú vilja teir út í verðina at leita eftir Óla Martini og kanska Gerhardsen Á ferðini verða teir vísir í einum Aftur í pappeskjuna skulu teir ikki Ragnar Hovland skrivaði og Peter Sch ssow gjørdi myndirnar. Randi Kúrberg týddi til føroyskt og Bókadeild Føroya Lærarfelags gav út í 2010 Jógvan Durhuus sat á løgtingi í 24 ár og stjórnaði leingi postavgreiðsluni í Vestmanna. Hann er sonur Olaf Durhuus og Onnu Sofíu.f. Poulsen. Posturin kom í hennara barnaheim í 1923. Foreldrini Niels Chr. Poulsen úr Skopun og Kristianna úr Innistovu í Vestmanna stóðu fyri. Olaf var sonur Onnu Mariu f. Jacobsen og skiparan og reiðaran Jógvan í Garðastovu, sum átti sluppina Queen Victoria og skonnartina Magacienne. Eftirnavnið Durhuus er eftir einum húsum á Eiði, sum ein festari í Garðastovu var ættaður úr. Í nátt kunngjørdi Birna Mørkøre, landsdjóralækni, at fyri fyrstu ferð síðani 2005 er sjúkuelvandi ILA staðfest í føroyskum alibrúki. Í vanligum eftirliti er ILA staðfest í alibrúkinum hjá Bakkafrosti við Selatrað. Tó eru eingi tekin um, at sjúkan er brotin út, sigur landsdjóralæknin. Bakkafrost boðar frá, at longu fyri góðari viku síðani varð farið undir at taka laksin við Selatrað. Eisini laksurin, sum er við Kolbanargjógv og Veðranes, verður tikin. Sannlíkt er tó, at ILA virusið á Selatrað er funnið rættiliga tíðliga í tilgongdini. Eingi sjúkueyðkenni eru at síggja hjá fiskinum. Hetta og góðar mannagongdir í sambandi við sjúkufyribyrgjandi rakstur geva góðar vónir um, at hetta virus, sum nú er funnið, kann niðurberjast, áðrenn tað breiðir seg víðari, sigur Birna Mørkøre. Altjóða reglur áseta, at fiskur, sum er kruvdur og ikki hevur sjúkutekin, frítt kann fara á allar marknaðir, hóast hann kemur frá alibrúki, har ILA er ávíst. Grønlendska útgerðarfelagið Polar Seafood hevur keypt tveir norskar trolarar, sum skulu fiska makrel í grønlendskum sjógvi. Tað skrivar Sandportal.fo. Samstundis sum grønlendski landstingslimurin, Kim Nielsen, á Norðurlandaráðsfundinum í oktober gav Føroyum treytarleysan stuðul í ynskinum um økta makrelkvotu, gjørdi hann greitt, at Grønland eisini vil góðkennast sum strandarland og fáa lut í makrelkvotuni í egnum sjógvi. Grønlendska makrelkvotan hevur ligið um 5.000 tons, og yvirtøkan av teimum báðum norsku trolarunum skal síggjast sum eitt greitt tekin um, at Grønland ynskir at fylgja bæði Føroyum og Íslandi í ynskjum teirra um størri makrelkvotur. Fyrrverandi føroyski frystitrolarin Skálaberg, sum íslendska felagið Pf. Brim í fjør keypti úr Argentina, skal eisini í grønlendskan sjógv at royna eftir makreli. Íslendska felagið hevur keypt part í grønlendska felagnum Arctic Prime Production og síðani skrásett Skálaberg í grønlendska felagnum. Íslendska fiskiídnaðarfyritøkan, HB Grandi, hevur somuleiðis selt sín frystitrolara Venus til nýstovnaða grønlendska felagið Northern Greenland Seafood, og hevur sostatt eisini fingið eitt bein innum í grønlendsku fiskivinnuni. Ungdómsting verður í løgtinginum í dag og í morgin. 32 næmingar úr fýra 9. flokkum í Føroyum fáa høvi at royna seg sum løgtingspolitikarar. Seks uppskot eru innkomin um broyting í løgtingslóg, um næmingaráð í fólkaskúlanum, føroyskt mál og um teldur í fólksaskúlanum, um aldursmark at koyra prutl, um hámarksferðina at koyra prutl,og um innflutning og sølu av rúsdrekka. Seks uppskot eru til samtyktar, og tey eru um frukt og grønmeti í skúlunum, um at fáa nýggja lærugrein, retorikk, inn í framhaldsdeildina og í miðnám, um at hækka ferðafrádráttin til ung á øllum samferðsluøkjum, um heimsátrúna í fólkaskúlanum, at endurskoða tingmannalønirnar, og um ræði á málum og málsøkjum og tað snýr seg um at yvirtaka løgreglu og ákærumyndugleika. Nevndin skal í minsta lagi mæla Ungdómstinginum til at fella eitt uppskot. Nevndarlimirnir samráðast um, hvat av uppskotunum skal falla. Fyrrapartin í morgin verður viðgerð í tingsalinum og atkvøðugreiðsla, og seinnapartin fáa tey høvi at seta løgmanni og landsstýrisfólkum ófráboðarar fyrispurningar. Í ár hava strandarlondini tosað um at fiska 1,3 milliónir tons, hóast fiskifrøðingarnir í ICES mæla til ikki at fiska meira enn góð 890.000 tons. Í ár skal Heilsutrygd vera við í arbeiðinum at tillaga setanar og lønarviðurskiftini hjá heilsustarvsfólkum, tí kommunulæknaviðtalur skulu umskipast til heilsudeplar. Brúkaraumboðið svaraði einum spurningi um brillur í morgun Her er ein spurningur um brillur Eg keypti mær herfyri einar brillur við dupultum glasi skilt soleiðis at eg siggi langt við ovaru heltini av glasinum og lesi við niðara feltinum. Men eg haldi ikki, at brillurnar rigga so væl, tí eg síggi dupult viðhvørt til dømistá eg gangi í trappum. Hetta vóru einar dýrar brillur, so heldur brúkaraumboðið, at eg kann fáa pengarnar aftur frá optikaranum ella eru onnur ráð til at taka Hví tók Vinnumálaráðið týðandi part av upplýsingum frá Strandfaraskipum landsins um avleiðingar av játtanini í fíggjarlógini fyri 2014, burtur úr tekstinum í fíggjarlógini fyri 2014 Tá munnligir fyrispurningar vóru í løgtinginum 29.januar, hevði Kristina Háfoss, sjey spurningar um fíggjarstøðuna hjá Strandferðsluni. Millum annað spyr Kristina Háfoss, hví Johan Dahl bað eina privata grannskoðarafyritøku grannskoða Strandfaraskip landins og ikki Lands grannskoðanina. Víst hevur verið á, at landsstýrismaðurin hevur hildið aftur týðandi upplýsingum fyri løgtinginum í sambandi við fíggjarlógar viðgerðir, sigur Kristina Háfoss. Eisini hevur verið víst á, sigur løgtingskvinnan, at Vinnumálaráðið hevur lagt trýst á starvsfólk hjá Strandferðsluni um ikki at kunna um avleiðingarnar av játtanini á fíggjarlógini fyrr enn eftir, at løgtingið hevur samtykt fíggjarlógina endaliga. Sunnudagin vórðu allar steypafinalurnar í Coca cola kappingini hjá børnum spældar. Dreingir u 18 spældu leygardagin kl 18. Dysturin endaði 29 28 til H71 ímóti V F. Nógv fólk høvdu leitað sær í høllina á hálsi í gjár at heppa á ungu spælararnir. HSF hevði gjørt nógv burturúr degnum, og umstøðurnar vóru eins sum tær vóru leygardagin til finalurnar hjá kvinnum og monnum. Gentur 10 Neistin a H71 a, 5 10 Dreingir 10 H71 b Team Klaksvík, 4 10 Gentur 12 V F Kyndil, 8 10 Dreingir 12 H71 a Kyndil, 12 11 Gentur 14 Stjørnan Neistin a, 17 20 Dreingir 14 Neistin a V F, 21 24 Gentur 17 Kyndil a Neistin a, 13 14 Dreingir 16 H71 a Kyndil, 17 20 Turið Hermansdóttir, sum lesur fólkaheilsufrøði er í løtuni í starvsvenjing hjá ES í Bruxelles. Hon fer gjøgnum felagsskapin Zealand Danmark og skal millum annað hjálpa granskarum innan heilsu um teir til dømis ynskja stuðul og hjálp úr ES. Vit høvdu Turið Hermannsdóttir við okkum um skype úr Bruxelles Kravið er góðar 23 milliónir krónur Hagaparturin Ytri Suðurtriðingur í Sørvági krevur pengarnar fyri lendið, sum hagin misti, tá flogvøllurin varð útbygdur. Morgunsendingin var í Eysturskúlanum í Havn fríggjakvøldið, tá fjórða liðið við børnum og foreldrum tann dagin var í hylinum. Undirtøkan hesi 10 árini hevur verið sera góð, tí altíð eru fólk á bíðilista. Hon hevur verið forkvinna, borgarstjóri, løgtingslimur og fólkatingslimur fyri Sambandsflokkinum, men nú hevur hon meldað seg úr flokkinum. Lisbeth L. Petersen stillaði upp fyrstu ferð til býráðsvalið í Havn í 1984, og hon bleiv fyrsta kvinna yvirhøvur, sum varð vald fyri Sambandsflokkin. Og støðan er ikki so álvarslig, sum hon var fyri nøkrum árum síðani, tá ILA sjúkan fór illa við føroysku alivinnuni, sigur Birna Mørkøre, landsdjóralækni Tað er lættari at handfara eina slíka hóttan nú, tí til ber at lata øki liggja uttan nakran fisk, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti Talan verður ikki um at strika tunnilsgjøldini til Vága og Norðoyatunnilin, fyrr enn lánsavtalurnar uppá tunnlarnar ganga út í 2017 og 2021. Ongantíð eru so nógvir pengar brúktir til almannamál sum seinastu árini, men tað ber altíð til at gera tað betri, sigur formaður Sambandsfloksins um atfinningarnar um almannapolitikkin hjá Sambandsflokkinum. Hann er útbúgvin búskaparfrøðingur Cand. Merc. og hevur drúgvar leiðsluroyndir úr tryggingar og fíggjarheiminum, umframt frá KT økinum. Edvard Heen hevur millum annað verið stjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar, stjóri í Bankenes Betalings Sentral í Noregi og fyritaksstjóri í Bank Nordik. Við sínum sera drúgvu og avbjóðandi leiðsluroyndum, einari greiðari tilvitan um, hvat krevst í hesum starvinum, og sínum persónliga lyndi, metti setanarbólkurin Edvard Heen at vera rætta persónin til hetta starvið. Hjá fútanum hava tey ikki avgjørt enn, um dómurin hjá Føroya rætti í málinum um fýra skip, sum fiskaðu makrel í einum stongdum kassa, skal roynast í Landsrættinum. Linda Hesselberg, sum var ákæri í málinum, sigur, at tá talan er um brot á føroyska lóggávu, avger fútin ikki einsamallur, um dómar skulu skjótast inn fyri Landsrættin. Í hesum førinum er talan um fiskivinnulóggávu, og tí verður spurningurin um at royna málið í Landsrættinum viðgjørdur saman við Vørn og Fiskimálaráðnum. Men rætturin lurtaði eftir verjanum, sum segði, at bara tann reiðskapur, sum varð brúktur til ólógliga fiskiskapin, skuldi dragast inn. Árni Dam, nevndarlimur og fyrrverandi stjóri í Faroe Agency navngevur bátin, eins og Heðin Mortensen, borgarstjóri flytir fram røðu. Formaðurin í Sambandsflokkinum, Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, er fegin um at hava fingið Gerhard Lognberg upp í flokkin og bjóðar honum vælkomnum sum níggjunda tingmann. Sambandsfloksins á Løgtingi. So væl hevur Sambandsflokkurin ikki verið mannaður á løgtingi síðani 1932, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. Í hesi sendingini hava Frank in a Phonebox verið og práta við okkum. Eisini hevur Sanna, úr netredaktiónini hjá R ddini, verið í studentaskúlanum í Hoydølum og fingið nøkur prát um tað, at møguliga fáa mandarin sum mállærugrein í skúlanum. Tær eru, at lógin um privatiseringina av Atlantsflogi verður broytt, at minst tveir triðingar av partaeigarunum samtykkja uppskotið um at keypa partabrøvini, at privatu partaeigararnir, sum umboða í minsta lagi 24 prosent av øllum partapeninginum í felagnum, góðkenna tilboðið um at keypa, og at partaeigararnir, sum umboða í minsta lagi 24 prosent av samlaða partapeninginum, skrivliga góðtaka tilboðið frá felagnum í seinasta lagi sjey dagar eftir eykaaðalfundin. At løgmaður kunngjørdi, at hann hevði álit á Jørgeni Niclasen eftir tað, sum er komið fram í tollmálinum, varð dropin, sum fekk bikarið at flóta yvir. Seinna hálvár 2013 vóru lønirnar omanfyri 600 milliónir hvønn mánað, og í september vóru tær hægstar, tá tær táttaðu í 630 milliónir. Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðar av vik, sum til dømis afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar. Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í lønunum. Landsstýrið og nevndin í Atlantsflog ætla at bera skjótt at, fyri at keypa einskilda triðingin av Atlantsflog aftur, so felagið aftur verður alment burturav. Johan Dahl er landsstýrismaður í vinnumálum Eingin avtala er enn gjørd millum Mentamálaráðið og Tórshavnar Býráð um Venjingarskúlan, men Mentamálaráðið er sinnað at gera skjótt av í spurninginum at keypa skúlan. Helena Dam á Neystabø segði leygardagin við útvarpið, at Tórshavnar Býráð hevur samtykt at fara undir at byggja ein nýggjan Vesturskúla, og tí ynskir býráðið at fáa greiðu á søluni av Venjingarskúlanum skjótt. Mentamálaráðið eigur sum nú er 60 av bygninginum og Tórshavnar Kommuna 40 , og tað er eitt ynski hjá báðum pørtum at fáa greiðu á ognarviðurskiftunum, sigur Bjørn Kalsø 80 milliardir evrur so stór er granskingarpuljan, sum føroyingar nú kunnu fáa atgongd til. Hendan granskingarverkætlanin hjá ES, sum hevur fingið heitið Horizon 2020, fevnir um stuðul til gransking og nýskapan á øllum økjum í samfelagnum. Men hvussu sleppa vit framat hesum pengunum í útvarpsstovuni í morgun vóru komnar Annika Sølvará stjóri í Granskingarráðnum og Maria Húsgarð samskipari. Í dag, 11. februar, er Tryggari Internetdagur, undir heitinum Let s create a better internet together . Dagurin verður hildin í meira enn 100 londum kring heimin, og er hetta 5. ferð, at dagurin verður hildin í Føroyum. Endamálið við degnum er á ymiskan hátt at varpa ljós á tryggari internetnýtslu við serligum denti á internetnýtsluna hjá børnum og ungum. Yvirlýsingin í ár vísir eisini til teir mongu møguleikar internetið kann geva børnum og ungum til førleikamenning, til at søkja sær upplýsingar og til at knýta sosial sambond. Tíðindini um, at Atlantic Airways ætlar at keypa privatu partabrøvini í felagnum fyri kursin 210, setti rættiliga gongd á handilin við partabrøvum í føroyska flogfelagnum. Upptøkan eftir kvotu 2 er fyri umsøkjarar, sum av ymsum orsøkum ikki kunnu verða tiknir upp eftir kvotu 1, ella sum hava tørv at verða mettir eftir øðrum førleikum afturat próvnum. Tað er útbúgvingarstaðið, sum setir treytirnar fyri kvotu 2 á ymsa útbúgvingunum. Útbúgvingarstaðið tekur upp við støði individuellari meting av hvørjari kvotu 2 umsókn. Minst til at kanna kvotu 2 krøvini hjá útbúgvingarstøðunum, fyri at meta um, um kvota 2 er relevant fyri teg. Krøvini kunnu vera ymisk frá útbúgving til útbúgving. Tað er eyðsýnt, siga feløgini, at verður lógaruppskotið samtykt soleiðis, sum tað er orðað nú, og rokningin fyri íløgu og rakstur fellur til fjarskiftis veitararnar, so tyngist raksturin hjá feløgunum, Føroya Tele og Vodafone, munandi. Niðurstøðan hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag og KT felagnum er púra greið rokningina fyri tøkniliga útgerð og skipanir fyri at kunna avlurta telesamskifti eigur politiið og ikki fjarskiftisfeløgini. Brúkaraumboðið hevur sagt sína hugsan um ætlanina hjá Vinnumálaráðnum, um at broyta fjarskiftislógina, so kundarnir hjá Føroya Tele og Vodafone kunnu varðveita sítt telefonnummar, hóast teir flyta frá øðrum felagnum til hitt. Sambært lógaruppskotinum kann Fjarskiftiseftirlitið gera nærri reglur um, at telefonnummarið kann flyta millum veitarar, hóast kundin er bundin at øðrum veitaranum í einari bindingartíð. Lógaruppskotið eigur at geva Fjarskiftiseftirlitinum greiðari heimild at áseta reglur um mest loyvdu bindingartíð, enn ta heimild, sum er í fjarskiftislógini. Men á tingfundinum í morgin fer Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, at taka aftur uppskotið um broyting í løgtingslóg um einkarætt til at byggja, reka og fíggja undirsjóvartunnil undir Skálafjørð og Tangafjørð. altso uppskotið um privatu loysnina saman við Copenhagen Infrastucture Partners. Tað er uppskotið, sum Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, legði fram 1.august í fjør og sum hevur verið í Rættarnevndini síðani 6.august. Landsstýrið fer í næstum at viðgera spurningin um at javnseta fíggjarliga fólkapensjónistar og fyritíðarpensjónistar, sum hava brúk fyri ansing heima. Kári P. Højgaard, løgtingsmaður í Sjálvstýrisflokkinum, spurdi Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, um hon hevur ætlanir um at skipa so fyri, at avvarðandi kunnu fáa ansingarløn fyri at ansa fólki millum 18 og 67 ár, sum hava menningartarn. Munurin er, at tann, sum ansar, fær ansingarsamsýningina, men røktarviðbótin, viðbótin, sum tey yngru enn 67 fáa, verður latin tí, sum fær røktina, tað er fyritíðarpensjónistinum, sum so kann lata øðrum samsýning fyri ansing. Annika Olsen sigur í svarinum, at hon hevur biðið Almannaverkið kanna, hvørjar avleiðingar, tað fær at hækka røktarviðbótina, so hon verður tað sama sum ansingarsamsýningin. Seinni í vikuni fara Landsverk og Landsbyggifelagið, sum gjørdi verkætlanina um vegin gjøgnum Leirvík til Norðoyatunnilin, at tosa um, hvat kann gerast fyri at fyribyrgja, at vegurin aftur fer av brimi. Spurningurin er so, hvat kann gerast fyri at tryggja vegin betur móti brimi, og, um løgtingið vil játta pengarnar, sum tað kostar. Tá kontugjaldið kemur í gildi 1. august í ár, verða kundar, ið bara hava eina lønarkontu og ella eina pensjónskontu í BankNordik, eisini undantiknir kontugjaldinum. Endamálið við kontugjaldinum er at tryggja, at allir kundar rinda fyri at brúka tænastur bankans. Eisini kundar, ið ikki brúka bankan regluliga, sigur Janus Petersen, forstjóri í BankNordik. Samstundis er hornasteinurin í virkisætlan bankans, at tað skal loysa seg hjá kundunum at savna síni fíggjarviðurskifti í BankNordik. Vit mugu tó ásanna, at nakrir kundar, sum bara hava pensjónskontur og lønarkontur í bankanum, ikki eru fevndir av áður fráboðaðu undantøkunum. Hesir kundar verða nú eisini undantiknir kontugjaldinum, og vit harmast um, at hetta ikki var greitt í fyrsta umfari, sigur Janus Petersen, forstjóri í tíðindaskrivinum Tú kanst taka niður skjølini hvør sær við at trýsta á slóðirnar fyri tey ymisku skjølini í yvirlitinum niðanfyri. PDF skjøl, lata upp í nýggjum kaga 8. Ungdómstingmál nr. 8 2014 Uppskot til samtyktar um at fáa nýggja lærugrein Retorikk inn í framhaldsdeild fólkaskúlans og miðnám Fyrst í apríl mánaða skal føroyska A landsliðið við kvinnum í eldin aftur, tá føroyska liðið á heimavølli skal royna seg ímóti Bosnia og Norðurírlandi. Í hesum sambandi hevur Jón Pauli Olsen, landsliðsvenjari, úttikið ein bruttohóp við 22 leikarum, ið skulu fyrireika seg til næstu HM undankappingardystirnar. Vit fyrireika okkum so væl sum tilber, við minst einari venjing um vikuna, venjingardystum og eini venjingarlegu, sum verður um mánaðarskifti februar mars, sigur Jón Pauli Olsen við fsf.fo Randi Wardum, Malena Josephsen, Rannvá B. Andreasen, Monika Biskopstø, Eyðvør Klakstein, Laila Pætursdóttir og Annika Petersen, KÍ. Lógaruppskot um, at Atlantic Airways keypir aftur triðingin av partapeninginum, sum varð einskildur í november í 2007, verður lagt fyri løgtingið í morgin. Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, sigur, at hann fekk fulla undirtøku fyri uppskotinum á landsstýrisfundinum fyrrapartin. Hann fer at biðja um, at vikið verður frá øllum tíðarfreistum, so uppskotið, hóast løgtingið ikki fær tað fyrr enn í dag, kann leggjast fram longu í morgin og avgreiðast í løgtinginum í morgin, soleiðis at allar viðgerðir vera í morgin. Hetta er sendingin, har ein mamma lýsir dóttir sína, og har dóttirin lýsir mammu sína. Felags fyri tær er, at onnur teirra ella kanska báðar eru kendar í almenna rúminum. Hesaferð eru tað møðgurnar, Kristianna og Anna Rein, ið eru við í sendingini. Hetta er sendingin, har ein mamma lýsir dóttir sína, og har dóttirin lýsir mammu sína. Felags fyri tær er, at onnur teirra ella kanska báðar eru kendar í almenna rúminum. Hesaferð eru tað Annika Sølvará og Ingun Joensen, ið eru við í sendingini. Eitt nú var uppskotið samtykt um, at alt undirvísingartilfar í fólkaskúlanum skal vera á føroyskum. Tó ikki í lærugreinunum danskt, enskt, týskt og latín. Uppskotið um at broyta løgtinglógina um sølu av rúsdrekka soloyvt verður at skeinkja, selja og flýggja út rúsdrekka, sum ikki er sterkari enn 10 prosent, til persónar, sum eru fyltir 16 ár. Í verandi støðu fáa tey ikki fatur á rúsdrekka á lógligan hátt og biðja tí onnur keypa fyri seg. Og tá verður ofta keypt ov sterkt. Hetta er sendingin, har ein mamma lýsir dóttir sína, og har dóttirin lýsir mammu sína. Felags fyri tær er, at onnur teirra ella kanska báðar eru kendar í almenna rúminum. Hesaferð eru tað Ingigerð á Trøðni og Sissal K. Kristiansen, ið eru við í sendingini. Tvey av teimum trimum brøvunum í sendingini eru frá kvinnum, sum eru keddar um, at teirra menn sita við telduna dag og nátt. Tær hava sæð teir skriva til aðrar kvinnur. Tann eini maðurin hevur eisini sent hálvnaknar myndir av sær sjálvum til eina kvinnu. Hann skrivar eisini til hana, at hann elskar og saknar hana. Maður skrivar eisini til sendingina. Hann er sera vónbrótin, eftir at konan er farin frá honum og børnunum. Hvussu kann ein broytast soleiðis , spyr maðurin. Í heyst skulu Føroyar til hoyringar í, hvussu livað verður upp til sáttmálan, og tað er í tí sambandi, at MBF hevur skrivað eina skuggafrágreiðing til ST. Ása Olsen, leiðari í MBF og Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, sum umsitur fleiri av teimum málsøkjum, sum funnist verður at í skuggafrágreiðingini. Sjóvinnustýrið mælir til, at slíkir ovnar sleppa av við hitan. eru festir, sum fyriskrivað frá framleiðara. eru CE merktir og egnaðir til nýtslu umborð á skipum. eru ikki settir ella festir á eldfimt tilfar, so sum timbur. Harumframt eigur regluligt eftirlit at tryggja, at ribburnar eru reinar og heilar, ongar ribbur mangla, og at ongin teirra er rustað burtur. Atlantsflog og Malmø Aviation hava í dag undirskrivað ein sáttmála um, at svenska flogfelagið frá august langtíðarleigar seinasta flogfarið av slagnum RJ 100 frá Atlantsflogi. Sáttmálin, sum Malmø Aviation og Atlantsflog, undirskrivaðu í dag, hevur við sær, at seinasta flogfarið av slagnum BAE Avro RJ 100 er á veg úr flotanum hjá Atlantsflogi. Felagið avgjørdi fyri nøkrum árum síðani at seta eina tilgongd í verk, har eldru flogførini skuldu úr flotanum, og at felagið ístaðin skuldi útvega sær flogfør av slagnum Airbus 319. Tá seinasta av eldru flogførunum er farið úr flotanum, hevur Atlantsflog ræði á trimum Airbus 319, tveimum BELL 412 tyrlum, og einari tyrlu av slagnum AW 139, sum flogfelagið leigar í mars til at brúka í frálandavinnuni í 2014. Sáttmálin um Eysturoyartunnilin, sum nærum varð undirskrivaður í fjørsummar, er kortini ógjørligur at lesa, tí strikað er út yvir meginpartin við svørtum. Leygarkvøldið verður nýskrivaði leikurin Tómrúm eftir Marjun Syderbø Kjelnæs frumsýndir á Tjóðpalli Føroya. Vit mála ein vangamynd av Marjun, ið eitt nú nemur við týdningin av trý ára starvsløn og hvør avbjóðingin er, tá tú skrivar til pall. Farnu vikuna var Finnland í eygsjón í Norðurlandahúsinum. Vit hitta tvey, ið vóru á palli Emma Salokoski og vinnaran av Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins Pekka Kuusisto. Og í mentanarálmanakkanum frætta vit um listarligu prýðingina av hølum Innova hjá Vinnuframa vit ringja til Týsklands, har risastóra filmsstevnan Berlinale er í hesum døgum vit hitta fólkatónleikabólkin Svøbsk úr Danmark, sum fer at hava barnakonsert í Norðurlandahúsinum eins og vit frætta um Nordisk 2014 ein konsertrøð við 4 norðurlendskum elektrobólkum, sum eisini kunnu upplivast í Føroyum leygarkvøldið. Í sendingini tosa vit við Marjun Syderbø Kjelnæs, Emma Salokoski, Pekka Kuusisto, Regin W. Dalsgaard, Ólavur Sverra Trónd Thorsteinsson Trødl , Jón Sonna Jensen, Bárð Dahl Christiansen, Hansinu Iversen, Sakaris Stórá, Ingun í Skrivarastovu, Maren Dickmeyss, og Fróða Vestergaard. Fær tollmálið ongar avleiðingar fyri landsstýrismannin í fíggjarmálum, sendir tað boðskapin út til onnur, at tey eisini kunna bróta lógina. BankNordik hopar nú eftir hæli. Hóast bankin ætlaði nakað annað, lovar hann nú fólki at hava lønarkontur og eftirlønarkontur uttan fráboðaða kontugjaldið. Men, vanligir kundar, ið hava minni enn 100.000 krónur í virksemi í bankanum, sleppa framvegis ikki undan at gjalda 20 krónur um mánaðin fyri aðrar kontur. Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, nú alt bendir á, at Skálafjarðatunnilin verður veruleiki, tí allir flokkar eru samdir um at fara undir stóru tunnilsverkætlanina Garnabáturin Anita leitar framvegis, men veðrið er vánaligt á leiðini, og maðurin enn ikki funnin. Anita er for úti í útsynningshorninum á Ytsta banka og er einsamalt skip á leiðini. Brimil fór beinanvegin at sigla, tá boðini komu, men hann verður ikki hjá Anitu fyrr enn um 8 9 tíðina í morgun, sigur vakthavandi á MRCC støðini, Hilmar Johannesen. Tað sigur Kári á Rógvi, lektari í løgfrøði, sum í gjár helt fyrilestur í tilhaldinum í Havn, um rættindini hjá teimum eldru, serliga tá talan er um verjumál og arv. Løgmaður hevur nú fingið frágreiðingina frá sínum embætisverki, sum skuldi svara, hví tað hevur tikið 14 ár hjá fjølmiðlum at fáa innlit í gamla tollmálið hjá Pf. N. Niclasen í Sørvági. Ber til at selja 10 litur veggjamáling og fara vit í ein buss ella umborð í ein buss Randi Kúrberg svaraði trimum málspurningum í morgun. At Tjóðveldi nú vil hava stýriskipanina broytta, merkir tó ikki, at flokkurin hevur slept dreyminum um eina føroyska stjórnarskipan, sigur Gunnvør Balle. Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, vil hava løgtingið at viðgera og avgreiða uppskot um, at Atlantic Airways keypir aftur triðingin av partapeninginum, sum varð einskildur í november 2007. Løgtingið fekk uppskotið í gjár, og Johan Dahl hevur biðið um, at løgtingið víkir frá øllum tíðarfreistum í sambandi við hetta mál. Kursurin á partabrøvunum í Atlantic Airways hækkaði meira enn 40 prosent í Keypmannahavn í somu løtu, tað frættist, at Atlantic Airways ætlar at keypa aftur triðingin av partabrøvunum, sum varð einskildur í november 2007, fyri kurs 210. Í Reykjavík var bara ein partabrævahandil mánadagin, 100 partabrøv fyri kurs 144, sum er eitt vet lægri enn kursurin var har, áðrenn tíðindini komu um at keypa einskilda triðingin aftur. Fyrradagin, tá tíðindi bórust um ILA virus í einum alibrúki hjá Bakkafrosti, lækkaði kursurin á partabrævinum í keypsskálanum í Oslo 4,6 prosent og í gjár lækkaði hann 1,41 prosent. Eitt nýggjur bólkur á Facebook, sum veksur við rúkandi ferð, er ein sokallað bindi keta, sum er sprottin úr einum stórum bindiklubbabólki, sum telur 9.000 limir. Bindikonur senda tógv, stokkar ella mynstur til hvørja aðra, men tað er loyniligt hvør avsendarin er. Hugskotið eigur Eyðbritt Nøhr Larsen, sum býr í Fredericia. Vit ringdu til Eyðbritt í morgun Bókasavnið við Løkin hevur sett sær fleir nýggj mál í 2014 eitt nú at fáa eina fjarlestrarskipan at fungera. Hetta er eitt samstarv við Fróðskparsetrið Ein stór donsk kanning av fiskafarsi, sum varð gjørd í 2012 vísir, at tá tú keypir fiskafars, fært tú meira við heim enn bara fars. Danska matvørustýrið almannakunngjørdi fyri jól úrslitini av kanningini, sum vístu, at annaðhvørt farsslag hevði fleiri bakteriur, enn vegleiðandi markvirðið ásetur. Í nýggju royndunum, har stakroyndir vórðu gjørdar í 15 ymiskum handlum í Danmark, vórðu funnar 100 ferðir so nógvar bakteriur í fiskafarsinum, sum markvirðið loyvir. Matvørudeildin á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni hevur eftirlit við øllum fiskavirkjum, skipum, handlum, laksavirkjum, vatnverkum, mjólkarúmum og matvøruvirkjum til heimamarknaðin. Tað eru fremst av øllum politisku flokkarnir, sum hava ábyrgdina av, at individualisman og populisman eru ráðandi í politiska arbeiðinum, heldur Tórbjørn Jacobsen, fyrrverandi politikari. Løgtingsmaðurin Bjarni Djurholm, sum talaði fyri einum valdømi, heldur, at tað var helst ein skeiv avgerð at fara frá teimum sjey valdømunum. Hallur av Rana, frrverandi formaður í Ung fyri Miðflokkin, heldur, at flokkarnir skulu umhugsa at stilla síni valevni upp í nummarrøð. Í Skotlandi spennir fullveldisvongurin seg út fyri at fáa meirilutan á fólkaatkvøðuni um loysing tann 18. september. Óli Breckmann, fyrrverandi politikari, og Regin Berg, formaður í MFS, sum báðir hava lisið í Skotlandi, taka saman um valstríðið. Men Sjóvinnustýrið fær eisini eina eykajáttan, tí neyðugt verður at seta eitt fólk í starv í hálvt ár at dagføra far skránna og talgilda hana. Eitt privat felag fer eisini lættari á húsagang, tí privatir eigarar hava minni hug at seta fleiri pengar í felagið, tá tað sansar at. Tað sigur nevndin í Atlantsflogi, sum mælir til at gevast við einskiljingini. Og ikki bara tað, landið skal keypa einskilda partin í felagnum aftur. Tað eru fremst av øllum politisku flokkarnir, sum hava ábyrgdina av, at individualisman og populisman eru ráðandi í politiska arbeiðinum, heldur Tórbjørn Jacobsen, fyrrverandi politikari. Løgtingsmaðurin Bjarni Djurholm, sum talaði fyri einum valdømi, heldur, at tað var helst ein skeiv avgerð at fara frá teimum sjey valdømunum. Hallur av Rana, fyrrverandi formaður í Ung fyri Miðflokkin, heldur, at flokkarnir skulu umhugsa at stilla síni valevni upp í nummarrøð. Í Skotlandi spennir fullveldisvongurin seg út fyri at fáa meirilutan á fólkaatkvøðuni um loysing tann 18. september. Óli Breckmann, fyrrverandi politikari, og Regin Berg, formaður í MFS, sum báðir hava lisið í Skotlandi, taka saman um valstríðið. Hann sigur, at politiskur meiriluti er ikki og var ikki fyri at einskilja ein triðing afturat, sum ætlanin var fyri sjey árum síðani Viðvíkjandi framtíðini hjá uppboðssøluni er neyðugt at staðfesta, at um uppboðssøluni skal verða lív lagað, er neyðugt at fiskaseljarar standa saman og tryggja framtíðina hjá Fiskamarknaðinum og tað gerst bert við, at vinnan brúkar uppboðssøluna. Vónað verður, at fleiri skip og bátar í framtíðini velja at selja sín fisk um uppboðssøluna, og á henda hátt tryggja rættan marknaðarprís fyri fiskin. Somuleiðis vil hetta eisini tryggja, at fiskurin verður bjóðaður út til allar fiskakeyparar í Føroyum, skrivar stjórin, Jens Chr. Olsen í tíðindaskrivinum. Verkættlanin at útbyggja Tekniska Skúla í Klaksvík er nú komin so mikið ávegis, at sáttmálarnir við arbeiðstakararnar eru undirskrivaðir, og klárt er at fara undir sjálvt arbeiðið. Mánadagin vórðu sáttmálar um útbygging av Tekniska Skúla í Klaksvík undirskrivaðir við støði í tilboðunum, sum vóru komin inn til lisitatiónina, sum varð hildin 6. november í fjør. Tað verður byggifelagið Kanjon, sum skal standa fyri jørð , betong , stál , kloakk og lendisarbeiðinum, meðan Malltekk fer at gera timbur , snikkara og byggiplássarbeiðið. Múraraarbeiðið fer Jan E. Andersen at taka sær av, málaraarbeiðið Magni Jacobsen, HVS Blikksmiðjan, meðan EL IN skal gera el arbeiðið. Í tørvslýsingini fyri útbygging av Tekniska Skúla í Klaksvík stendur, at eftir at útbúgvingartilboðið í sambandi við matvøruútbúgvingina er økt, er tørvur á at raðfesta hølisviðurskiftini til matvøruútbúgvingina. Í hesum sambandi verða umstøðurnar til HF eisini bøttar, og Tekniski Skúli fer eftir útbyggingina at hýsa hesum báðum útbúgvingartilboðunum. Desember í fjør royndist so illa til veður, at eg minnist valla vánaligari desember. Og sama harða veðrið hevur hildið á allan januar eisini. Størru útróðrarbátarnir hava ligið úr minni enn trýtusund pundum og upp í áttatúsund pund onkran hendinga túrin og tað gevur ov lítið. Tað, sum kanska er eitt sindur hugaligt, er, at botnfiskurin sýntist standa sera neyvt í fjør, ímeðan tað í ár tykist sum um fiskur er at fáa nógvastaðni. Málið um at keypa privatu partabrøvini í Atlantic Airways aftur, er lagt fyri tingið, og tingið samtykti at geva frávik í viðgerðini, so málið kann viðgerast í skundi. Løgtingið fer at viðgera málið seinni í dag, eftir at fyrsta viðgerð av uppskotinum hjá Tjóðveldi um at broyta stýrisskipanina, er liðug. Hetta er sendingin, har ein mamma lýsir dóttir sína, og har dóttirin lýsir mammu sína. Felags fyri tær er, at onnur teirra ella kanska báðar eru kendar í almenna rúminum. Hesaferð eru tað møðgurnar, Óluva og Eydna Skaale, ið eru við í sendingini. Tórshavnar kommuna góðtekur ikki, at innkomuvegurin til Havnina ikki verður tikin við, nú semja er um at gera bæði Skálafjarðartunnilin og Sandoyartunnilin. Tað fer at økja munandi um ferðsluna í vesturbýnum, og tí er neyðugt, at fyrsta byggistig av innkomuvegnum røkkur vestur í Marknagil, haðani kommunan er sinnað at gera sambindingarveg frá innkomuvegnum oman til Marknagilsvegin, tætt við Skúladepilin. Nú innkomuvegurin enn einaferð tykist vera skumpaður til viks í upplegginum til polittisku semjuna í løgtinginum um Sands og Skálafjarðartunnilin, fer Tórshavnar kommuna at gera vart við tørvin at fáa hetta sera átrokandi málið loyst. Tórshavnar kommuna fer við skrivinum at senda løgtinginum ein greiðan boðskap, so eingin ivi er um, hvørja støðu kommunan hevur í málinum. Kommunan fer ikki at góðkenna, at tunlarnir koma upp í Suðurstreymoy og viðføra munandi størri ferðslutrýst á kommunala veganetið í Tórshavnar kommunu, uttan so, at innkomuvegurin til Havnar samstundis verður gjørdur, soleiðis at takast kann ímóti øktu ferðsluni. Og hann skal gerast á ein att, sum Tórshavnar Býráð kann góðkenna. Hann sigur seg vóna, at løgtingið tekur boðini í álvara, tí einki er vunnið við tunlum fyri milliarda upphæddir, fyri at koma skjótari til Havnar, um langar bíðirøðir koma at standa við Norðrara Ringveg, ella Marknagilsvegin fyri at sleppa inn í býin. Tí tað verður úrslitið, um innkomuvegurin ikki verður gjørdur, áðrenn ella seinast samstundis sum tunlarnir lata upp, skrivar Heðin Mortensen. Aftur í ár nýtti TAKS mannagongdina, við at borgarar, ið lótu umsóknina til ferðastuðul inn áðrenn 10. januar 2014, fingu lovað frá TAKS, at peningurin var á konto tann 10. februar 2014. Vit síggja eisini eina munandi betring í umsóknunum nú í mun til seinasta átak, umsóknirnar eru rættari, og hetta ger tað lættari fyri okkara starvsfólk at avgreiða tær skjótt og væl, sigur Mai Britt Vinther, deildarleiðari. Hetta er sendingin, har ein mamma lýsir dóttir sína, og har dóttirin lýsir mammu sína. Felags fyri tær er, at onnur teirra ella kanska báðar eru kendar í almenna rúminum. Hesaferð eru tað Malan Eyðunsdóttir og Peturbjørg Jensen, ið eru við í sendingini. Ætlanin var, at eingin skuldi frætta eitt orð um ætlanina at keypa aftur einskilda partin av Atlantsflogi, fyrr enn uppskotið kom í løgtingið. Hetta er sendingin, har ein mamma lýsir dóttir sína og dóttirin skal lýsa mammu sína. Felags fyri tær allar er, at onnur teirra ella kanska báðar eru kendar í almenna rúminum. Møðgurnar, sum vit skulu hitta í dag eru Rigmor Dam, blaðkvinna á Sosialinum og mammu hennara Duritu Dam. Lagt til rættis hevur Bergljót D. Hentze. Klokkan hálvgum fimm fer løgtingið at viðgera uppskotið hjá Jóhan Dahl, landsstýrismanni, um at keypa privatu partabrøvini í Atlantic Airways aftur. Tingfundurin endaði beint eftir klokkan hálvgum fýra, og tingformaðurin boðaði frá, at nýggjur tingfundur er klokkan hálvgum fimm, og at málið um at keypa partarbrøvini fór at vera viðgjørt tá. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, bað í gjár løgtingið um loyvi til at stovna alment partafelag, sum skal byggja og eiga Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin. Landskassin skal seta 400 milliónir krónur í partafelagið, tær fyrstu 15 milliónirnar longu í ár og tær seinastu hálvthundrað um tíggju ár. Harafturat kann landskassin lata í mesta lagi tíggju milliónir krónur um árið til rakstur frá tí árinum, Sandoyartunnilin verður tikin í nýtslu. Eysturoyartunnilin hevur rundkoyring og kemur upp bæði á Strondum og í Runavík. Sandoyartunnilin verður millum Gomlurætt og Traðadal. Løgtingið samtykti einmælt seint í gjárkvøldið, at P f Atlantsflog kann keypa aftur triðingin av partapeninginum, sum varð einskildur í november 2007. Klokkan var tíggju minuttir í hálvgum tólv í gjárkvøldið, tá løgtingsformaðurin setti fjórða tingfundin í gjár og kallaði til atkvøðugreiðslu. Málið fór so í Vinnunevndina, síðani varð atkvøtt eftir aðru viðgerð, so var steðgur í tveir minuttir og klokkan tíggju minuttir í hálvgum tólv varð seinasti tingfundurin í gjár settur. Garnabáturin Anita og sjóverjuskipið Brimil leitaðu í allan gjár eftir 34 ára gamla indonesaranum, sum fór fyri borð, tá teir vóru við at seta gørnini. Leiðslan á Strandferðsluni fær nógvar atfinningar í eini frágreiðing, sum granskoðarafyritøkan Januar hevur gjørt fyri Vinnumálaráðið. Granskoðarafyritøkan skrivar millum annað at Fíggjarætlanin hjá Stranferðsluni hevur tikið støði í umbøn og ikki játtaðu upphæddini, budgettvegleiðingin er ikki dagførd síðani 2006, regluligir fundir í leiðslubólkinum hava ikki verið hildnir og skjalfestir, mánaðarligu roknskapirnir hava ikki verið rættvísandi og ongar skrivligar mannagongdir hava verið fyri eftirkanning og góðkenning av mánaðarligu roknsskapunum mótvegis stjóranum. og starvsfólk hjá Strandferðsluni hava fría ferð til og frá arbeiði á rutunetinum hjá Strandferðsluni Frágreiðingin er gjørd í kjalarvørrinum á rumblinum, sum byrjaði, tá fíggjarleiðarin fór uttan um stjóran og vendi sær beinleiðis til fíggjarnevndina hjá løgtinginum. Stjórin Bogi Mortensen sjúkrameldaði seg í fyrstu atløgu, men seinni var ein fráfaringaravtala gjørd við stjóran, sum fór úr starvi. Landsstýrismaðurin í Vinnumálum, Jóhan Dahl, finst í tíðindaskrivi at leiðsluni hjá strandferðsluni. Óhefta grannskoðarafrágreiðingin staðfestir, at fíggjarstýringin hjá SSL ikki hevur verið nøktandi. Stovnurin gjørdist við ársbyrjan partur av Búskaparskipan Landsins, ið skal tryggja eitt neyvari eftirlit við fíggjarstýringini. og Vinnumálaráðið sigur seg vera farið undir at endurskoða mannagongdir í sambandi við játtaneftirlit. Leiðslan á Eysturskúlanum hevur sent øllum foreldrunum at teimum umleið 180 næmingunum á Nám X bræv, har hon kunnar um, at ein næmingur hevur fingið staðfest tuberklar. Samgonguflokkarnir taka undir við nøkrum av hugskotunum í uppskotunum hjá Tjóðveldi um at broyta stýrisskipanarlógina, men teir eru ikki til reiðar at atkvøða fyri teimum. Eitt av lógaruppskotunum snýr seg um, at tað skal verða møguligt hjá løgtinginum at krevja fólkaatkvøðu um eitt løgtingsmál, um ein triðingur av løgtingslimunum ynskja tað. Eisini skal tað verða møguligt hjá veljarunum at krevja eitt mál til fólkaatkvøðu, um í minsta lagið 4500 veljarar skriva undir uppá tað. Danski løgfrøðiprofessarin og doktarin, Hans Gammeltoft Hansen, er settur sum kanningarstjóri at kanna Kára P. Højgaard og Kaj Leo Holm Johannesen og Eysturoyartunnilin. Løgtingsformaðurin hevur leitað eftir øðrum kanningarstjóra, síðani Anfinn Vitalis Hansen gavst 10.januar, tí ivi var um gegni hansara. Kanningarstjórin skal kanna og gera frágreiðing til løgtingið, um Kári P. Højgaard, sum var landsstýrismaður í innlendismálum, og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, fyrisótu málið um Skálafjarðartunnilin á lógligan hátt. Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, hevur biðið løgtingið broyta verklagslógina frá mars í fjør, so 28 milliónir, sum prísurin var vorðin tá, fer upp í 31 milliónir krónur. Tá løgtingið samtykti fíggjarlógina fyri 2014, samtykti tað eisini at lata tríggjar milliónir afturat til miðnámsskúlarnar á Kambsdali. Lógaruppskotið, sum sambært Almannamálaráðnum skal tryggja starvsfólkini í eldrarøktini, tá kommunurnar taka við økinum 1.januar næsta ár, kom í løgtingið í gjár. Kvøldskúlin í Klaksvík spennir seg rættliga út í vár. Umframt vanligar lærugreinir er skeið í billiard, persónligari menning, handarbeiðsskeið á Syðradali og fjallatúrar í Kunoy. Vit ringdu til Erik Biskopstø skúlastjóra í morgun Tað verður nú leygarkvøldið tá heimaskrivaði leikurin Tóm rúm, sum Marjun Syderbø Kjelnes hevur skrivað, verður vístur fyri fyrstu ferð. Vit vóru á Tjóðpallinum í morgun og tosðu við Eyðun Johannessen og hoyrdu tey bæði, sum spæla høvuðsleiklutirnar, Anniku Johannessen og Annfinn Heinesen. Sálarfrøðingurin, Kristian Eli Andersen sigur, at aracnofobi, sum stakræðsla, er nokkso løtt at viðgerða. Kristian Eli, sum letur viðgerðarstovu upp í Havn í summar, brúkti umleið 7 tímar til hesa viðgerð, sum fekk ein hepnan enda. Hoyr innslagið um viðgerðina her Valborg Heinesen luttók um vikuskiftið í vetrarkapping í Aalborg. Tíðin hjá Valborg var so mikið góð, at hon tók sítt egna met í 15 km. landavegsrenning. Tíðin hjá Valborg var 58,43 min. Tað rakk til eitt áttanda pláss í kappingini. Vindur var leygardagin, og eisini vóru brekkur á teininum. Hetta er sendingin, har ein mamma lýsir dóttir sína, og har dóttirin lýsir mammu sína. Felags fyri tær er, at onnur teirra ella kanska báðar eru kendar í almenna rúminum. Hesaferð eru tað møðgurnar, Sólrun og Elin Michelsen, ið eru við í sendingini. Landskassin skal siga frá sær hálva fjórðu millión krónur um árið í 12 ár í vinningsbýti frá P f Atlantsflogi, nú felagið skal keypa aftur einskilda partin av felagnum. Í Brunsj greiðir Fríðrikur millum annað frá teimum málum, ið felagið hevur rokkið hesi árini hann hevur virkað sum formaður, og frá hugburðsbroytingini, ið er farin fram seinastu árini innan renning í Føroyum. Richard Møller Nielsen var danskur landsliðsvenjari frá 1990 til 1996. Størsti sigurin hjá honum var tá Danmark vann EM í svøríki í 1992. Umframt at vera landsliðsvenjari hjá Danmark stóð Richard Møller Nielsen eisini á odda fyri Finnlandi 1996 1999 og Ísrael 2000 2002 Garnabáturin Anita og sjóverjuskipið Brimil halda fram at leita eftir 34 ára gamla manninum, sum fór fyri borð, tá teir á Anitu settu gørnini týskvøldið. Fýra eigarafeløg, sum umboða fleiri hundrað húski í Hoyvík, royna nú í felag at steðga ætlanini um at byggja eitt oljurikið orkuverk í Hoyvík. Vit gevast ikki, sigur Brian Rasmussen, formaður í Eigarafelagnum Inni á Gøtu, sum í dag handar Umhvørvisstovuni mótmæli í móti, at orkuverkið verður bygt Fiskimálaráðið heldur tað vera vert at royna málið um ólógliga fiskiskapin hjá fýra skipum í einum stongdum kassa norðanfyri, í Landsrættinum. Men rætturin lurtaði eftir verjanum, sum segði, at bara reiðskapurin, sum varð brúktur til ólógliga fiskiskapin, skuldi dragast inn. Nú fer ákæruvaldið at vita, um til ber at fáa Landsrættin at leggja hald á allan reiðskapin hjá Vesturvón, Finni Fríða, Gadusi og Nærabergi. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, bað í gjár løgtingið um loyvi til at stovna alment partafelag, sum skal byggja og eiga Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin. Landskassin skal seta 400 milliónir krónur í partafelagið, tær fyrstu 15 milliónirnar longu í ár og tær seinastu hálvthundrað um tíggju ár. Harafturat kann landskassin lata í mesta lagi tíggju milliónir krónur um árið til rakstur frá tí árinum, Sandoyartunnilin verður tikin í nýtslu. Á næsta løgtingsfundi skal tingið atkvøða um uppskot hjá Poul Michelsen í Framsókn um at lata eina grein 25 nevnd viðgera uppskotini hjá Tjóðveldi um broytingar í stýriskipanarlógini. Uppskotið er stutt, grein 1 vísir á, hvørjir stavir skulu nýtast, og grein 2 sigur at lógin kemur í gildi dagin eftir at tað er samtykt. Eftir uppskotinum skal føroyska stavraðið hava hesar bókstavir A, Á, B, C, D, Ð, E, F, G, H, I, Í, J, K, L, M, N, O, Ó, P, Q, R, S, T, U, Ú, V, W, X, Y, Ý, Z, Æ, Ø. Í viðmerkingunum skrivar Henrik Old Nú hevur meirilutin í Málráðnum lagt fram sína fatan av stavraðnum fyri landsstýrismannin í mentamálum. Meirilutin vil hava, at bókstavirnir c, q, w, z og x verða hildnir uttanfyri. Meirilutin ásannar eisini, at skerda stavraðið í mongum førum als ikki kann nýtast, og mælir tí til, at vit skulu hava tvey stavrøð. Meirilutun skrivar, at tá ið vit stavraða alfabetisera í eitt nú orðabókum og telefonbókum og á bókasøvnum, nýta vit, umframt føroyska stavraðið, modernaða latínska stavraðið, er enska stavraðið. Tvørturímóti skaðar tað hugsanina um føroyskt almikið, at skúlanæmingar læra eitt føroyskt stavrað í føroyskum men mugu brúka eitt annað. Í roknitímanum má næmingurin fara út um føroyskt. Tað má hann eisini, tá hann hevur alis ella evnafrøði. Og tá hann hevur tónleik. Og tá hann leitar á netinum. Tað fer einki av føroyskum, um vit hava c, q, w, z og x við í stavraðnum. Skerja vit okkara stavrað, avmarka og skaða vit hinvegin føroyskt. Við hesum grundgevingum heldur uppskotsetarin ikki, at tilmælið frá Málráðnum skal fylgjast, og at Løgtingið í staðin, fyri at fáa loyst tvídráttin, samtykkir føroyska stavraðið við lóg. Vit hava vitjað 42 ára gamla Dánjal Magnussen av Oyrabakka, sum misti annað beinið í skotóhappi í 2002, 69 ára gomlu Káru Heinesen av Strondum, sum misti høgra arm í arbeiðsóhappi fyri 50 árum síðani og 4 ára gamla Øssur Ábraham Bjarnason av Viðareiði, sum er føddur uttan armar. Verður meiriluti fyri uppskotinum, fer Løgtingið at taka Málráðið av ræði og lóggeva bókstavirnar CWQZ og X inn í føroyska stavraðið. Eigarafeløgini í Hoyvik hava handað Umhvørvisstovuni mótmæli móti, at Fjarhitafelagið ætlar at byggja eitt orkuverk í teirra grannalagi Børnini í 3. flokki í Sørvágs skúla greiða frá verkætlanini, sum er havsins botnur. Tey hava gjørt nógv kreativt, tey hava gjørt ævintýr, framført og gjørt sang. Orsøkin er, at ES gav Føroyum og Íslandi eitt tilboð, sum ES kallar tað, um størri lut í makrelkvotuni uttan fyrst at spyrja Norra um tað. Og norski fiskimálaráðharrin, Elisabeth Aspaker, duldi ikki misnøgd sína við ES á aðalfundinum hjá norska reiðarafelagnum Fiskeb t í gjár. Eliasbeth Aspaker viðgongur, at samstarvið millum Norra og ES skal standa sína roynd, tí ES lovaði Føroyum og Íslandi størri kvotu, uttan at Norra góðkendi tað, skrivar Fiskeribladet Fiskaren. Tað eru færri næmingar, ið fáa ummælini ikki nøktandi og undir miðal, og fleiri, sum fáa umsmælini gott og sera gott í føroyskari fyrisøgn. Í 2012 sást, at næmingarnir í 4. flokki býttu seg í tríggjar nøkulunda javnstórar bólkar, ikki nøktandi til undir miðal, miðal til yvir miðal og gott til sera gott. Soleiðis er ikki í 2013, bæði í 4. og 6. flokki eru væl færri næmingar í bólkunum ikki nøktandi og undir miðal, skrivar Lærarafelagið, sum hevur greinað úrslitini frá landsroyndini. Mentamálaráðið hevur tikið avgerð um, at landsroyndirnar í 2014 skulu vera teldutøkar, og tí er arbeiðsbólkur við teldukønum settur at fyrireika skipanina bæði við atliti at forriti, telduútgerð og at ráðgeva arbeiðsbólkum, sum gera teldutøku uppgávurnar til landsroyndirnar í 2014. Tí vilja feløgini vísa á, at málið í verkætlanini hevur stóran týdning, tað at málið er tað málið, sum verður tosað í landinum, í hesum føri føroyskt. Arbeiðsgevarafelagið og Handverksmeistarafelagið mæla tó ikki frá, at útlendskar fyritøkur kunnu bjóða seg fram at arbeiða í Føroyum. Men tað er heldur ikki rætt, at eitt útboð verður lagt til rættis soleiðis, at útlendskar fyritøkur hava ein fyrimun fram um tær føroysku. Skiftirætturin kunngjørdi fyrr í vikuni, at endaligur skiftafundur um Eik Grunnin, sum fór saman við Eik Banka á heysti í 2010, verður 6.mars. Hans Gammeltoft Hansen hevur drúgvar royndir og er púra uttanveltaður, sigur Sirið Steenberg, sum væntar, at nú verður friður um málið. Umleið 200 børn og ung í Danmark vera á hvørjum ári rakt av krabbameini. Men viðgerðin er í dag so góð at umleið 80 av børnum í dag verða lekt. Tann danski Børnecancerfonden var settur á stovn í 1995 og hevur øll árini latið nógvar pengar til gransking og annað í sambandi við børn og krabbamein. Í útvarpsstovuni í morgun vóru Marianne Nielsen sum er stjóri í Børnecancerfonden og Axel Haraldsen, sum er ein teirra, sum fer at súkkla til Paris í summar fyri at samla pengar til børn við krabbameini. Av tí at bæði byggistigini verða gjørd í einum, kostar umbyggingin og útbyggingin av miðnámsskúlunum á Kambsdali ikki 22 milliónir, men 31 milliónir krónur. Men síðani varð avgjørt at taka annað byggistig við eisini, og tá fór kostnaðurin upp í 28 milliónir, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum. Men tá fyrireikingarnar vóru við at verða lidnar á heysti í fjør, gjørdi Landsverk saman við sínum ráðgevum Mentamálaráðið vart við, at verkætlanin bleiv nakað skerd sammett við upprunaætlanina. Orsøkin segðist vera, at príslegan á slíkum verkætlanum tóktist vera hækkað nakað samanborið við upprunaligu metingarnar, stendur í viðmerkingunum til lógaruppskotið, sum kom í tingið mikudagin. Løgtingið samtykti at játta tríggjar milliónir krónur afturat til verkætlanina, so byggikostnaðurin fyri bæði byggistigini fer úr 28 milliónir krónur upp í 31 milliónir krónur Eftir tíðarætlanini verður sáttmáli undirskrivaður við byggifelag um hálvan juni, og tá verður eisini farið undir at byggja á Kambsdali. Roknað verður við, at ringa veðrið eisini fer at raka útnyðringspartin av Fraklandi, áðrenn tað linkar, og kemur inn yvir Danmark í nátt. Umleið kl. 10 í kvøld verður lágtrýst yvir Írlandi, og tað beinir nógvan vind og regn inn yvir syðsta partin av Bretlandi, sum sæst á veðurkortinum. Royndirnar, sum vórðu tiknar í sambandi við oljudálkingina á Trongisvágsfirði í september í fjør, verða nú sendar til greiningar á Lærda háskúlanum í rhus. Somuleiðis hevur hann valt at lata Høgna Mohr skipa Jøkilskvæði, 1. og 2. tátt. Hjalmar Kollslíð er ein ein av teimum, sum tóku stig til Dansifelagið á Látrinum á Eiði og har dansar hann enn. Hann fegnast um góða kyndilsmessudansin síðsta leygarkvøld, men harmast um, at undirtøkan ikki er størri norðuri á Eiði. Upprunaliga dansaði hann nógv saman við Jørgeni Thomsen, á Skála, í Eysturoyar Dansifelag, sum tá helt til í gøtu. Honum dámar væl dansilagið bæði hjá Jørgeni og hjá Høgna Mohr. Eysturoyar Dansifelag kvøður kvæðið um kópakonuna og Dansifelagið í Havn kvøður Jøkilskvæði, sum Jákup Nolsøe yrkti saman við nøkrum nólsoyingum um í 1826. Svørtu útstrikingarnar, sum Fíggjamálaráðið hevur gjørt í CIP sáttmálan, eru gjørdar eftir beinleiðis uppskoti frá danska professaranum, Karsten Revsbech. Hetta kemur fram í svari, sum løgmaður í dag hevur givið Kristinu Háfoss um brot á innlitslógina og noktandi innlit í CIP sáttmálan Í sendingini greiðir Eyðfinn millum annað frá sínum stóra áhuga fyri tónleiki og frá síni drúgvu yrkisleið sum útvarpsvertur og DJ. Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum hevur tikið stig til at menna undirvísingina í íverksetan í fólkaskúlanum og hevur skrivað undir nýggja samstarvsavtalu við Íverksetarahúsið, sum bæði skal vera kveikjari og leggja skúlunum lag á arbeiðið. Tað eru tey ungu, sum skulu mynda framtíðarsamfelagið, og tí er umráðandi, at tey í undirvísingini kunnu menna síni evni at síggja nýggjar møguleikar, og at tey fáa amboð at taka við avbjóðingum, sum samfelagið setur. Fólkaskúlin hevur eina fjøltáttaða uppgávu bæði við atliti at fakligu læringini og sosiala felagsskapinum, har næmingarnir læra at nýta og menna sínar mongu førleikar, ikki minst sítt hugflog, síni evni til støðutakan, at samstarva og í felag við onnur at finna loysnir. Nýhugsan og íverksetan er ein partur av teimum førleikum, ið spurt verður eftir, og tí verður áherðsla løgd á at geva næmingunum nøkur amboð og nakrar royndir á hesum øki. Samstarvsavtalan við Íverksetarahúsið leggur dent á, at virkað verður fyri at menna áhugan hjá næmingum fólkaskúlans í íverksetan og at skipa so fyri, at næmingarnir fáa roynt síni skapandi evni, sítt hugflog og royndir í nýhugsan, har teir bæði fáa høvi til at arbeiða við og leggja fram egin hugskot. Tí skulu skúlarnir saman við Íverksetarahúsinum læra næmingarnir at arbeiða við sínum egnu hugskotum, koma við uppskotum og velja burturúr, og síðani arbeiða við hugskotið um, hvussu tað verður ment frá tanka til eina lidna vøru ella tænastu, sum skal kunna seljast ella veitast øðrum. Íverksetarahúsið hevur drúgvar royndir á hesum øki og hevur seinastu árini hildið skeið fyri lærarum í íverksetan og skipað fyri kappingini SkúlaFM millum skúlar, ið hava 9. og 10. flokk, um besta úrslitið í teirra íverksetanararbeiði. Bjørn Kalsø, landsstýrismaður sigur, at tað er umráðandi, at vit at nýta serkunnleikan hvør hjá øðrum, og at samstarvsavtalan millum Mentamálaráðið og Íverksetarahúsið er dømi um samstarv, sum fer at kveikja og menna førleikan hjá okkara unga ættarliði at arbeiða við íverksetan, brynja tey til at taka við nýggjum avbjóðingum og at seta sín dám á framtíðarsamfelagið, verður sagt í tíðindaskrivi. Meiningakanningar vísa, at 80 prosent av íslendska fólkinum er fyri at fara at bora eftir olju, sigur stjórin í felagnum, Eykon Energy, Heidar Mar Gudhjonsson. Hans Gammeltoft Hansen segði ikki ja, takk alt fyri eitt, tá løgtingsformaðurin spurdi hann, um hann kundi kanna Kára P. Højgaard og Kaj Leo Holm Johannesen Maður hevur fingið sjúku, sum spakuliga versnar. Hann vil fegin sleppa burtur úr lívinum. Kona og børnin vita als ikki, hvat tey skulu gera ella siga við hann. Eitt par undrast á, at nøkur av teirra góðu vinfólkum, sum eru vorðin so sera snobbut. Alt er merkir Megamussel og Chanel kend fólk og pengar. Tey, sum skriva, eru kedd um støðuna og vildu fegin vent gongdini. Men ber tað til Í dag lesa kendar kringvarpsrøddir yrkingar, sum børn hava skrivað. Yrkingasavnið er Solosólin, sum 4.flokkur í T rshavnar Kommunuskúla, skrivaðu í 2012. Oddfríður Marni Rasmussen er lærari og rithøvundur, hann greiðir eisini frá tí at yrkja. Mánadagin leyp hon hvøkk á Føroya fólk, tá hon í útvarpstíðindunum kl. 10 boðaði frá, at hon hevur meldað seg úr Sambandsflokkinum. Hon er ónøgd við høgrasnaringina í Sambandsflokkinum, sum abbi hennara, Andreas Sameulsen, stovnaði fyri meiri enn hundrað árum síðani. Men hetta er ikki fyrstu ferð, at hon ger vart við seg á politiska pallinum. Hon er fyrsta kvinnan, ið var vald í býráðið í Havn fyri Sambandsflokkin. Hon er fyrsta kvinnan og higartil einasta kvinnan sum hevur verið borgarstjóri í Havn. Hon er fyrsta føroyska kvinnan á Fólkatingi, og hon er fyrsta og einasta kvinna, sum hevur verið forkvinna í Sambandsflokkinum. Her er ein rundferð, ið førir okkum framvið á Tjóðpallin, har nýskrivaði leikurin Tóm rúm eftir Marjuna Syderbø Kjelnæs verður frumsýndur í annaðkvøld, spennandi konsert við nýggjum norðurlendskum nøvnum innan elektroniskan tónleik í Norðurlandahúsinum, og inn til Runavíkar skúla, har næmingar í framhaldsdeildini hava pallsett leikin Vikarurin í Løkshøll. Leygarkvøldið 15. feb. Tóm rúm , sjónleikur, kl. 19, Tjóðpallur Føroya, Tórshavn Nordisk 2014 , konsert, kl. 19, Norðurlandahúsið, Tórshavn Sea Change NO , Good Moon Deer IS , Sekuoia DK , Byrta FO Brynjolfur á Heygum væntar, at luttøkan á Roskilde kann hava stóran týdning. Føroyski DJarin er ógvuliga spenyur og er longu farin undir at fyrireika framførsluna. Stuðul verður bert latin fyri teir arbeiðsdagar, sum umsøkjarin hevur ferðast millum bústað og arbeiðsstað. Til ber at søkja um ferðastuðul, um tú hevur 20 kilometrar ella longri í fjarstøðu til og heimaftur frá arbeiði. Hjá monnunum spæl a ÍF og SÍ. ÍF er favorittur. ÍF vann greipuna í fjør, uttan at tapa nakran dyst, og teir hava heldur ikki tapt nakran dyst í ár. Talan er um 145 almennar nevndir við tilsamans 743 nevndarsessum. Nevndirnar kosta tilsamans 14,3 milliónir í føstum samsýningum og fundarpengum. Sakaris Stórá og hini, sum eru í týska høvuðsstaðnum Berlin í sambandi við filmsstevnuna Die Berlinale, hava verið í býnum og hátíðarhildið, at filmurin Vetrarmorgun var kosin besti stuttfilmur í greinini 14plus. 60 spælifilmar og stuttfilmar úr 35 londum kappast í Generation Kplus og Geneartion 14plus. Bólkurin, sum Vetrarmorgun kappaðist í, eitur stuttfilmur til ung og 14 filmar úr eitt nú Bretlandi, Japan, Hollandi og Avstralia vóru við í kappingini. Birgir Kruse sigur, at tað er listin, sum er í fokus. Um vit leggja ov stóran dent á tað nationala, so verða vit skjótt vónbrotin. Mjølnir lat ongantíð nakran iva verða um, hvat var tað betra liðið. Tær komu nógv betri frá byrjan, og vunnu eisini øll settini sannførandi. Undan dystinum varð tosað um, at Mjølnir hevði fleiri royndar leikarar, og tað sást eisini. Fleyr leikararnir vóru ov spentir, meðan tær hjá Mjølnir tóktust róligar og fokuseraðar. Hetta er liður í tiltakinum Nordisk 2014, og teir fýra bólkarnar eru valdir soleiðis, at teir hóska saman og supplera hvønn annan innan elektronisku genruna. Bólkarnir eru SEKUOIA úr Danmark, GOOD MOON DEER úr Íslandi, Sea Change úr Norra og BYRTA úr Føroyum. Birgit Jensen er ættað úr Havn, og er gift við venesuelara. Saman eiga tey eina dóttir, sum er 15 ára gomul. Hóast Birgit hevur búð í Venesuela í meira enn 35 ár, so hevur hon framvegis danskan ríkisborgararætt. Tankin um at flyta til annað land er har, men framtíðin hjá dóttrini avgerð, um Birgit og familjan flyta. Fyrsta settið byrjaði við at liðini skiftust um at fáa stig. Men tá settið var hálvrunnið var Jón Joensen hjá SÍ óheppin, tá hann fekk skaða í fótin. Hetta tók broddin av álopsspælinum hjá SÍ. Jón Joensen kom ongantíð inn aftur og í øðrum setti bleiv tað upp aftur verri hjá SÍ, tí tá bleiv Rajko Petrovic skaddur, og hann kom heldur ikki inn aftur. SÍ stríddist tó víðari, og var leingi á odda í triðja setti. ÍF hevði tó væl størri dygdir á sínum liði, og tá veruliga stóð á, megnaðu teir eisini at venda triðja setti. Á aðalfundinum varð nýggj nevnd mannað. Ingrid Bjarnastein varð afturvald til forkvinnu. Hini eru Jógvan Hugo Gardar, Øssur Winthereig, Ingolf S. Olsen og Jógvan Jákupsson. Øssur Wintereig er nývaldur. Allir nevndarlimirnir eru fríyrkisjournalistar. Tiltakslimir eru Sigga Vang, filmsfólk, og Anna V. Ellingsgaard, journalistur í Kringvarpi Føroya. Nevndin skipar seg á fyrsta nevndarfundinum í næstum. Á aðalfundinum var millum annað samtykt, at felagið fram eftir, í størri mun enn nú, skal leggja dent á at styrkja og menna tað journalistfakliga umhvørvið í Føroyum og skipa fyri ymiskum tiltøkum hesum at frama. Í gjárkvøldið um hálvum ellivutíðina fekk alarmasentralurin fráboðan um, at ein 69 ára gamal maður varð ákoyrdur og doyði í Varðagøtu við kommunuskrivstovuna í Sørvági. Politiið skrivar í stuttari fráboðan, at maðurin av ókendum orsøkum gekk beint út fyri ein bil. Hóast skjót hjálp kom á staðið, var einki at gera, og maðurin doyði av løstunum, hann fekk. Vit hoyra 6. part av bókini Bjørnin Alfred og hundurin Sámuel fara úr pappeskjuni. Bjørnin Alfred og hundurin Sámuel vakna ein morgun á loftinum og eru burturgloymdir í einari pappeskju. Har liggja teir saman við øðrum kloddutum toydýrum. Spakuliga fara teir at minnast eitt sindur av tí, sum hendi fyrr í tíðini, tá ið Óla Martin tók teir við sær í song, og ein, sum æt Gerhardsen, var fittur við øll smádýr. Nú vilja teir út í verðina at leita eftir Óla Martini og kanska Gerhardsen. Á ferðini verða teir vísir í einum Aftur í pappeskjuna skulu teir ikki Ragnar Hovland skrivaði og Peter Sch ssow gjørdi myndirnar. Randi Kúrberg týddi til føroyskt og Bókadeild Føroya Lærarfelags gav út í 2010. Jógvan á Posthúsinum fór 16 ára gamal til Danmarkar at ganga á preliminerskúla. Í 1961 varð hann settur sum postavgreiðslumaður í Vestmanna. Vestmanna er kend fyri grindanótina, sum skuldi forða fyri at grind slapp útaftur. Tær vórðu oftast stungnar niður. Vestmannabjørgini hava verið vestmenningum góð. Teir hava veitt mangan fuglin eysturi undir landi, men nú er lítið at fáa. Vestmenna fekk í 1950 nýggjan skúla við fimleikarhøll og svimjihøll. Til skúlan hoyrdi eisini nýggjur hondbóltsvøllur. Fyri hálvumtriðja samdøgri síðani fór eldgosið Mount Kelud í Indonesia at goysa, og tað hevur havt nógv órógv við sær á oynni Java. Í Indonesia vórðu 200.000 fólk flutt burtur á Java, har Kelud er, sum verður mett av vera eitt tað vandamiklasta eldgosið í landinum, sum annars tilsamans hevur eini 500 meir og minni virkin eldgos. Tey 200.000 fólkini eru úr 36 bygdum og býum í økinum, har eldgosið er, sum sprændi øsku, sand og steinar himmalhøgt, og stórt øki rundan um Kelud er ávirkað av nógvari øksudálking og ringum sýni. Fólk á staðnum hava í stríðum streymi skriva til eitt nú BBC og greitt frá, hvussu teirra gerandisdagur er ávirkaður av eldgosinum og dálkingini frá tí, sum órógvar fólk fleiri hundrað kilometrar frá Mount Kelud. 16 ára gamla Maria Madsen úr Havn er skiftisnæmingur í býnum Surakarta, sum liggur góðar 200 kilometrar frá eldgosinum. Vit tosaðu við hana á Skype fyri løtu síðani. Maria Madsen sigur, at hóast økið er sera illa dálkað, so trívist hon enn sera væl og ætlar sær ikki heim til Føroya í ótíð Heimsmeistarakapping í inniróðri verður hildin í Boston í USA í hesum døgum. Kappingin byrjar í dag, lokala tíð, og millum rógvararnar eru seks føroyingar. Fyrr í dag tosaði Heidi Lava Elgeirsdóttir, við Paulu Eikhólm, nenvndarlim í róðrasambandinum, sum er stødd í Boston, og spurdi hana hvørjar vónir tey hava til kappingina. Innbrot hava verið. Spor eru allastaðni. Fleiri eru undir illgruna. Men hvør er hin seki Kjartan Hansen sigur frá. Aðrar røddir eru Birita Balle, Tórur Hardley, Danjal Ósá, Hanus Olason. Elin á Rógvi leggur til rættis og Alexander Gaard ger ljóðmyndina. Kristín Ragna Gunnarsdóttir hevur skrivað og Hjørdis Heindriksdóttir týddi til føroyskt. Bókin kom út í 2013 Ákæruvaldið og verjin samdust í farnu viku um, at 68 ára gamli maðurin, sum er skuldsettur fyri við harðskapi at hava elvt til, at ein 61 ára gamal maður doyði í Marknalíð í Havn 20.november í fjør, skal vera ein mánað afturat í varðhaldinum. Ákæruvaldið ætlar tó at hava mannin, sum er skuldsettur fyri drápsroynd, í varðhaldinum líka til mánaðaskiftið apríl mai, tá hann ætlandi skal fyri eitt nevningating í Føroya rætti. Ákæruvaldið og verjin samdust í farnu viku um, at 68 ára gamli maðurin, sum er skuldsettur fyri við harðskapi at hava elvt til, at ein 61 ára gamal maður doyði í Marknalíð í Havn 20.november í fjør, skal vera ein mánað afturat í varðhaldinum. Ákæruvaldið ætlar tó at hava mannin, sum er skuldsettur fyri drápsroynd, í varðhaldinum líka til mánaðaskiftið apríl mai, tá hann ætlandi skal fyri eitt nevningating í Føroya rætti. Kvinnan ringdi sjálv til politiið klokkan fimm minuttir í fimm seinnapartin í gjár og segði, at hon og ein maður vóru farin á glið í brattlendinum. Tey fylgdust, tá óhappið hendi. Hon steðgaði tó skjótt, men maðurin gleið longri oman brekkuna. Sjúkrabilur, politi og tyrla vórðu alt fyri eitt send á staðið, og ein staðkendur røktingarmaður frá Gjógv fór til gongu at leita eftir fólkunum. Minni enn ein tíma eftir, at kvinnan ringdi 112, boðaði røktingarmaðurin frá, at hann hevði funnið neyðstøddu fólkini. Tey gingu móti Gjáar bygd, haðani sjúkrabilurin koyrdi tey á Landssjúkrahúsið. Maðurin, sum er 57 ára gamal, og kvinnan, sum er 46, fingu bara smávegis snuddir, upplýsir politiið. SIFI stovnar skulu lúka herd krøv, bæði tá ið ræður um kapitalbjálving, leiðslu og eftirlit. Nevndarlimir skulu hava serligar førleikar, og teir mugu ikki hava onnur størv. Lógin um SIFI stovnar er til viðgerðar í fólkatinginum í løtuni, og verður væntandi sett í gildi í Danmark 1. mars. Síðani verður hon sett í verk í Føroyum vð kongaligari fyriskipan, og krøvini til bankarnar verða sett í verk í stigum hetta til 2019. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sigur, at hann fegnast um, at føroyski bankageirin við hesum verður tryggari. Hann heldur, at herdu krøvini eru hóskilig, og at tey ikki fara at forða fyri búskaparvøkstri. Í einari frágreiðing, sum eisini er dagfest 10.februar, og sum Januar eisini gjørdi, fær leiðslan á Strandferðsluni annars nógvar atfinningar. Í frágreiðingini, sum Januar gjørdi fyri Vinnumálaráðið, verður staðfest millum annað, at fíggjarstýringin hjá Strandfaraskipum landsins ikki hevur verið nøktandi. Stovnurin stýrdi ikki eftir játtanini, sum stovnurin fekk í fíggjarlógini fyri 2013. Tá flogskiparin fór á WC, tók stýrimaðurin ræðið á flogfarinum og setti tað í floghavnini í Geneve. Hann flýddi í reipi gjøgnum eitt vindeyga, helst tí hann ætlaði at bija um politiskt friðskjól í Sveis. Sambært løgregluni var stýrimaðurin óvápnaður, og eingin fekk skaða. AP tíðindastovan skrivar, at flogrænarin er føddur í 1986. 193 fólk vóru í flogfarinum, teirra millum 140 italiumenn. Nýtt sjónvarp skal keypast. Smart TV ella ikki smart TV. Tað eru fleiri spurningar, tá fólk skifta sjónvarp, fyri eitt nú at klára nýggju tøknina Mpeg 4. Rúni Joensen, frá Ekspert, svarar í morgunsendingini Hámarksferðin er sett niður fyri at gera ferðsluna í miðbýnum tryggari. Loyvda hámarksferðin í bygdum øki er vanliga 50 km t. Men ferðslulógin loyvir lægri hámarksferð, har sum umstøðurnar krevja tað. Føroyska miðlalandslagið er broytt munandi seinasta árið. Dimmalætting er farin í søguna samstundis sum fleiri nýggir miðlar spretta á netinum. Hesar rembingar elva til fleiri spurningar á miðlapallinum og til at umrøða nýggja miðlalandslagið koma Høgni Reistrup og Heri á Rógvi í útvarpsstovuna. Fiskivinnunýskipanin hevur verið á veg leingi, men hóast valskeiðið er meira enn hálvrunnið, er einki uppskot borið í tingið. Eftir ætlan skulu øll fiskiloyvi fara úr gildi 1. januar 2018. Á kjakfundinum fara umboð fyri allar politiskar flokkar at kjakast um fiskivinnunýskipanina. Spurt verður millum annað, um vit skulu halda fast við fiskidagar, ella fara afur til kvotuskipan, hvat verður av tilfeingisgjaldinum, og kann uppboðssøla koma upp á tal. Eisini verður spurt, hvussu verður við gildistíðini fyri fiskiloyvi. Kaj Leo Johannesen, løgmaður amp formaður í Sambandsflokkinum Jacob Vestergaard, lstm í fiskivinnumálum amp umboð fyri Fólkaflokkin Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin Poul Michelsen, formaður í Framsókn Kári P. Højgaard, formaður í Sjálvstýrisflokkinum Kjakfundurin verður í skúlanum við Ósánna mikukvøldið klokkan 19.30, og høvi verður hjá fundarfólki at seta spurningar. Óluva Zachariasen og Jón Brian Hvidtfeldt verða fundarstjórar. Í teimum førum, eitt nýtt land verður skipað, og tað tekur seg burtur úr tí landinum, sum frammanundan er limur, noyðist nýggja landið at biðja um limaskap í ES, sigur Jose Manuel Barroso. Øll limalondini skulu góðkenna umsóknina, og tað er greitt, at tað verður sera trupult at fáa øll limalond at góðkenna eina slíka umbøn, sigur ES nevndarformaðurin. Í samrøðuni við BBC samanber Barroso støðuna hjá Skotlandi við Kosovo, men tað er burturvið, sigur skotski varaforsetin, Nicola Sturgeon. Veruleikin er, at einki ES limaland hevur boðað frá, at tað fer at nýta sýtingarrættin ímóti, at Skotland verður verandi í ES, sigur varaforsætisráðharrin. Fyrsta stigið at leggja saman arbeiðskvinnufelagið og arbeiðsmannafelagið í Fuglafirði varð tikið í gjár, tá aðalfundurin hjá Fuglafjarðar arbeiðskvinnufelag samtykti at taka undir við, at felagið og arbeiðsmannafelagið skulu leggjast saman. Útbyggingin er 1450 fermetrar, og harumframt verða bygningar bygdir saman. Herfyri varð skrivað undir sáttmálarnar við arbeiðstakararnar um útbyggingina. Síðani farið varð undir matvøruútbúgvingina í Klaksvík, hevur tørvur verið á betri hølisviðurskiftum. Í hesm sambandi verða umstøðurnar til HF eisini bøttar, og Tekniski S kúli fer eftir útbyggingina at hýsa báðum hesum útbúgvingunum. Eisini verða aðrar dagføringar gjørdar á skúlanum, upplýsir Landsverk. Sambært verklagslógini eru tilsamans 36 milliónir krónur settar av til at útbyggja Tekniska Skúla í Klaksvík. Fýra fólk doyðu í eini bumbuatsókn móti einum egyptiskum ferðafólkabussi í vikuskiftinum. Tey deyðu eru tríggir suðurkoreanskir ríkisborgarar Bussurin var á veg frá kenda St. Catherine kleystrinum, sum liggur har suðuri á Sinai hálvoynni, til Ísraels, tá lopið varð á bussin. Sigur tú Kanariuoyggjarnar, sigur tú eisini vanliga sól, sól og aftur sól. Soleiðis hevur tó ikki verið um vikuskiftið als ikki, tí kavi og ódnarveður hevur herjað oyggjarnar. Leygardagin fall hitamátarin niður í 10 kuldastig, kavi legðist kring oyggjarnar og nógvur vindur var eisini, skrivar norski netmiðilin canariajournalen.no Myndugleikarnir á oyggjasamfelagnum í útsynningshorninum í Spaniu ráddu um vikuskiftið fólki frá at fara út fyri dyr, og vegir vórðu stongdir. Íbúgvarnir á Kanariuoyggjunum hava kortini ikki bert stríðst við nógvan kava um vikuskiftið. Í gjár, sunnudagin, var eisini nógvur vindur á oyggjunum. Trø, skelti og ljóssteyrar eru farin um koll, og onkur hús hava fingið skaða í kavaódnini um vikuskiftið, skrivar canariajournalen.no. Henrik Gerster hevur fyribils staðið á odda fyri VÍF kvinnunum, síðan Jan Ottosen valdi at takka fyri seg og brúka alla sína tíð upp á landsliðsvenjarastarvið í Avstralia. VÍF kvinnurnar eru í løtuni á øðrum plássi í landskappingini við 22 stigum. Tær eru eitt stig aftanfyri Kyndil, sum er á fyrsta plássi. Reiðaríið hjá Anitu varð í fjør meldað til løgregluna, og reiðarin, Søren Christiansen, var so seint sum í heyst til avhoyringar. Fiskimannafelagið hevur leingi havt illgruna um, at reiðaríið skákar sær undan at fylgja reglunum. Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, meldaði skipið. Hann skilir ikki, at skipið ikki beinan vegin setti kóst móti landi eftir vanlukkuna í farnu viku. Økt virksemi millum føroyingar í rhus hetta seinasta árið krevur, at Føroyingarfelagið fær eini hóskandi høli. Á aðalfundinum komandi leygardag standa vantandi hølini ovarlaga á breddanum. Hesi seinastu tvey árini hevur felagið verið heimleyst og tað gongur ikki í longdini, heldur formaðurin Tórur Didrik Djurhuus. Ferðavinnan skal hava eina milliard krónur í umsetningi og eitttúsund arbeiðspláss í 2020. Og hetta endamálið skal røkkast við at gera Ferðaráð Føroya um til eitt partafelag. Partafelagslógin skal galda fyri Visit Faroe Islands, men vanligt er, at partafeløg ikki bara hava útreiðslur, tey hava eisini inntøkur. Men Visit Faroe Islands skal ikki selja nakra vøru og forvinna pening, felagið skal selja Føroyar sum ferðavinnuland, soleiðis sum tað eisini stendur í lógaruppskotinum, har víst verður á, at slík feløg í grannalondunum eisini eru skipað á sama hátt. Við hesum nýggju fortreytunum, sum Ferðaráðið fær, metir landsstýrismaðurin við vinnumálum ikki, at tað er óveruligt, at ferðavinnan røkkur einari milliard í umsetningi í 2020. Í viðmerkingunum til lógaruppskoti kemur eisini fram, at Ferðaráðið sjálvt vil gerast alment partafelag Ferðaráðið vísir á, at tað sum stovnur undir Vinnumálaráðnum ikki hevur sama dynamikkin og smidleikan, sum kappingarneytarnir í Evropa hava. Ein umskipan til partafelag hevði sambært Ferðaráðnum givið ferðavinnunini ein annan kontinuitet, sum ikki verður ávirkaður av politiskum turbulensi, soleiðis at stø rri orka kann verða løgd í ta kreativu marknaðarføringina og menningina av ferðavinnuni í Føroyum. Somuleiðis hevði ein partafelagsbygnaður ført til eitt størri vinnuligt fokus og økt áhugan hjá vinnuni at seta pening í marknaðarføringarátøk saman við Ferðaráðnum. Sostatt hevði ein nýggjur bygnaður, sum er leysari frá politisku skipanini, og sum fær høvi at arbeiða meiri langskygt, ført við sær, at vinnan fær størri áhuga í allari marknaðarføringini, og at játtanin í nógv størri mun eisini verður privat fígging. Jens Johannesen, formaður í teknisku nevnd hjá Tvøroyrar býráðið, sigur, at ferðmarkið er sett niður, tí nógv tung ferðsla hevur koyrt ígjøgnum miðbýin seinastu tíðina. Arbeitt verður við at víðka havnaøkið við bedingina á Tvøroyri, tí har skal byggjast ein 25 m lang djúphavn. Jens Johannesen sigur, at arbeiðið væntandi verður liðugt í summar. Tá fer ferðslan at minka, tí farmaskipini kunnu leggja at á Tvøroyru í staðin fyri á Drelnesi. Danmarks Radio skrivar í dag, at Angela Merkel fer at tosa við franska forsetan, Francois Hollande, um ætlanina við nýggja alnetinum. Alnetið skal geva evropeiskum telefyritøkum møguleika at senda telduferðsluna umvegis kaðalar, sum ikki liggja á amerikanskari jørð, og sum amerikanarar ikki hava møguleika at avlurta. Fólk í Skandinavia eru sum heild fegin um sín tjóðskap. Kortini eru íbúgvarnir í onkrum skandinaviskum londum fegnari um sín tjóðskap enn í grannalondunum. Tað er ein av niðurstøðunum í eini nýggjari kanning, sum Stiftelsen Kirkeforskning í Noregi hevur gjørt, og sum nú eisini er kunngjørd, skrivar videnskab.dk . Sambært kanningini, sum Stiftelsen Kirkeforskning hevur gjørt, heldur triði hvør dani, at heimurin hevði verið eitt betri stað, um øll vóru sum teir eru. Norrmenn og sviar eru eisini væl við í kanningini. Fimti hvør norrmaður heldur tað vera spell, at allir heimsins borgarar ikki eru sum norrmenn eru. Sviar smæðast heldur ikki burtur í kanningini hjá Stiftelsen Kirkeforskning, tí eisini fimti hvør svii heldur, at teir eru besta og fittasta fólkslagið í heiminum. Leiðslan í Norðurkorea fremur skipaðan og óhoyrdan ágang móti egnað fólki sínum. Vit hava ikki sæð líknandi nakrastaðni í heiminum í nýggjari tíð. Tað siga umboð fyri eina granskingarnevnd, sum seinasta árið hevur savnað inn prógv um norðurkoreansku brotsverkini móti fólkinum. Millum annað eru samrøður gjørdar við fólk, sum seinastu árini eru flýdd úr Norðurkorea. Formaðurin í granskingarnevndini hevur sent Kim Jung un persónligt bræv. Í brævinum fær norðurkoreanski leiðarin at vita, at hann kann vænta at verða stevndur fyri altjóða brotsmannadómstólin í Haag. Dentur veerður eisini lagdur á, at tað er Kim Jung un sjálvur, ið hevur ábyrgdina. Umframt at vera foseti landsins er hann eisini ovastur í herinum. Granskingarnevndin ynskir at gera vart við, at vit ætla at boða altjóða brotsmannadómstólinum frá kriminellu brotunum á mannarættindini í Norðurkorea. Endamálið er at avvarðandi, tygum íroknaður, koma at standa til svars fyri gerðir tykkara, sigur Michael Kirby, fyrrverandi avstralskur dómari, og núverandi formaður í granskingarnevndini. Á skránni var ein tríggjar rættir matskrá, umframt at fleiri av fremstu undirhaldarum í landinum framførdu ókeypis, eitt nú Pipar amp Salt, Hallur, Kristina og Evi og Lív Næs. Landsfelag Pensjónista fer hósdagin á fund við løgmann Kaj Leo Johannesen at tosa um býtið av danska Tips amp Lotto peninginum, skrivar felagið í tíðindaskrivi. Síðan seinasta summar hevur nevndin í Landsfelag Pensjónista verið á fleiri fundum við stóru politisku flokkarnar við ynski um, at lóg um ítróttarvedding verður broytt. Endamálið er, at Landsfelag Pensjónista eisini fær lut í tí peningi, sum á hvørjum ári kemur til landið frá donsku Tips amp Lotto puljuni. Tað snýr seg árliga um umleið 10 milliónir krónur. Peningurin verður útlutaður millum nakrar ávísar aktørar og felagsskapir í føroyska samfelagnum. Í Danmark stavar mesta inntøkan hjá pensjónista og eldrafeløgum júst frá Tips amp Lotto puljuni. Landsfelag Pensjónista væntar, at løgmaður tekur væl ímóti umbøn felagsins. Eydnast tað at broyta lóg um ítróttarvedding, fáa pensjónista og eldrafeløg kring landið fíggjarligan møguleika at bjóða fram tiltrongd trivnaðartiltøk til gagns fyri tey eldru í samfelagnum, skrivar felagið í tíðindaskrivi. Teldugjørdi filmurin, The Lego Movie , ið er bygdur á heimskendu brikkarnar hjá donsku fyritøkuni Lego, er nú aðru vikuna á rað mest sæddi filmurin í USA og Kanada. Bert nú um vikuskiftið sóu so nógv fólk í USA og Kanada filmin, at inntøkurnar frá filminum vóru 49 milliónir dollarar ella gott og væl 270 milliónir krónur. Fyrsta vikuskiftið, filmurin varð vístur, vórðu atgongumerki seld fyri 69,1 milliónir dollarar, slakar 380 milliónir krónur, skrivar tíðindastovan hjá Ritzau. Orsøkin, til at Lego filmurin er so væl móttikin millum bæði børn og gomul, er, at filmurin rakar allar aldursbólkar, sigur Dan Fellman, talsmaður fyri framleiðaran, Warner Brothers. Filmurin er bæði fyri ein fimm ára gamlan og ein, sum er 85. Teimum fimm ára gomlu dáma filmin, og tað gera eisini foreldur og ommur og abbar teirra, sigur Dan Fellman. Longu nú eru inntøkurnar frá The Lego Movie so munagóðar, at tosað verður um at framleiða fleiri partar í framtíðini. Nær og um hetta verður gjørt, er kortini ikki greitt enn. Havstovan hevur saman við trolvirkinum Vónini gjørt avtalu við Faroe Origin, um at gera royndir við skiljirist umborð á trolarunum, Heyki og Falki. Fyrstu royndirnar vórðu gjørdar í fjør, og tær virkaðu væl. Partarnir avtalaðu at tvær royndir aftur skuldu gerast í ár. Tann fyrra túrin skuldi Heykur hava rist undir, og tann seinna skuldi Falkur nýta ristina. Tað varð gjørt fyri at samanbera úrslitini. Onnur royndin er nú liðug. Tað var mest stórfallandi upsi, sum skipini fingu, og væl var at fáa. Tí eru ábendingar um, at ristin skilir smáa upsan frá. Tað var takið á einum stórum húsum í einum frítíðarstaði í fjøllunum uttan fyri Gyeongju, sum gav seg av nógva kavanum, sigur tíðindastovan Yonhap sambært NRK. Gyeongju liggur har suðuri í Suðurkorea. Tey deyðu og tey innilæstu skulu vera lesandi. Vanlukkan hendi undir einum kunningarfundi. 350 lesandi av Busan universitetinum lesandi úr útlondum vóru stødd í húsunum. Tað eydnaðist umleið 300 teirra at sleppa út úr niðurrapaðu húsunum. Mikudagin 5. mars skal føroyska U21 landsliðið spæla næstseinasta dystin í hesari EM undankappingini, sum verður á útivølli ímóti Rumenia. Í juni í fjør spældu Føroyar og Rumenia javnleik 2 2 á Svangaskarði. Gunnar Zachariassen og Poul Ingason skoraði føroysku málini. Kristian Joensen, NSÍ Hallgrím G. Hansen, ÍF Bárður Hansen, Víkingur Hørður Askham, B36 Robert Heðin Brockie, B36 Pál Mohr Joensen, HB Beinir Ellefsen, AB Sørmundur Á. Kalsø, KÍ Rene Joensen, HB Rógvi Joensen, TB Bogi R. Petersen, ÍF Tróndur Jensen, HB Brandur H. Olsen, FC København Heðin Hansen, Víkingur Ari Ó. Ellingsgaard, ÍF Árni Frederiksberg, NSÍ Gunnar Zachariassen, EB Streymur Poul Ingason, TB Umframt at Niels Uni sigur sína hugsan, verða fleiri sangir á fløguni spældir, so lurtarin eisini kann gera sína egnu meting um útgávuna. Hesaferð er Tórður Mikkelsen á túri á Viðareiði, norðastu bygd í landinum, har nógv felagslív er og sendingin er eisini merkt av tí. Viðingurin Olevinus Sørensen greiðir okkum frá ymiskum viðurskiftum í heimbygdini. M.a., at hann droymir um at reisa gomlu niðurdotnu neystini upp aftur. 13 ára gamli Olevinus Hanusarsson hevur kálv og seyð. Nú nærkast tíðin, at tey fara út. Triðju hvørja viku koma nakrar 11 og 12 ára gamlar gentur saman í skúlanum á Viðareiði til lesiring. Tær lesa bøkurnar heima, og tosa so um tær tá tær hittast. Gunrið Kallsberg lærari skipar fyri lesiringinum, og vit hitta eisini Noomi Brend og Lív Hanusardóttir Kjølbro. Hvørt mikukvøld ta myrku tíðina av árinum er hugnakvøld á skránni í skúlanum, og bygdarfólkið hevur tikið ógviliga væl undir við tí. Hanus Kjølbro og Snorri Brend eru fegnir um undirtøkuna, og næsta mikukvøld koma nakrir høvuðspersónar norður at skriva undir sáttmálan í sambandi við Viðaroyðistunnilin. Í sendingini siga nøkur fólk sína hugsan um tunnilin til Viðareiðis. Vit hitta eisini hjúnini Mai Britt og Ísak Petersen, sum eiga fimm børn. Hon arbeiðir á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og hann fer aftur til skips, eftir at hann júst er liðugur sum skipsførari. Einaferð um vikuna savnast fólk á Viðareiði til sirkulvenjing. Sigrid Bjartalíð, sum er ein av teimum ið skipa fyri, er væl nøgd við undirtøkuna. Men nú eru royndir gjørdar við skiljirist í trolinum, og hon ger mun, tí hon skilir smáa upsan frá. Og tað kann gera, at stongdar leiðir verða latnar uppaftur ávísar tíðir á árinum. Innbrot hava verið. Spor eru allastaðni. Fleiri eru undir illgruna. Men hvør er hin seki Kjartan Hansen sigur frá. Aðrar røddir eru Birita Balle, Tórur Hardley, Danjal Ósá, Hanus Olason. Elin á Rógvi leggur til rættis og Alexander Gaard ger ljóðmyndina. Kristín Ragna Gunnarsdóttir hevur skrivað og Hjørdis Heindriksdóttir týddi til føroyskt. Bókin kom út í 2013 Landsstýrisfólk fingu mest. Johan Dahl, Karsten Hansen og Bjørn Kalsø fingu 164.195 krónur hvør í fjør, og Jørgen Niclasen fekk 142.778 krónur. Fyrrverandi landsstýrismaðurin Kári P. Højgaard fekk einans 66.431 krónur í kóyripengum í fjør. Men hann var eisini koyrdur. Annika Olsen og Kaj Leo Holm Johannesen máttu klára seg uttan koyripengar. Tey búgva í Havn og hava ikki rætt til koyripengar. Føroyskir politikarar fáa harvið í miðal 10 ferðir so nógv í koyripengum sum vanlig fólk. Teir politikarar, sum fingu mest í 2013, fingu meira enn 20 ferðir so nógv sum vanlig fólk. Tað eru tvær koyripenga skipanir fyri politikarar. Tað er neviliga soleiðis, at landsstýrisfólk hava eina koyripenga skipan og løgtingsfólk eina. Løgtingslimirnir fingu, sambært einum innliti hjá Kringvarpinum, 1,7 milliónir krónur at deila í koyripengum í 2013. 11 tinglimir búgva at síggja til í Havn, Hoyvík, á Hvítanesi ella aðrastaðni í Suðurstreymoy og fáa tí sambært reglunum ikki koyripengar. Tað vil siga at 22 tinglimir deila 1,7 milliónir krónr í koyripengum. Eingin ætlan er at broyta skipanina hjá teimum fólkavaldu í løgtinginum. Men ein ætlan er at broyta sera lukrativu treytirnar hjá landsstýrisfólkum. Fíggjarmálaráðið sigur, at stóra avbjóðingin hjá partafelagnum, sum skal byggja og reka Eysturoyar og Sandoyartunnlarnar, verður at fáa fígging til at byggja tunnlarnar. Lógaruppskotið leggur upp til, at landið setur 400 milliónir í felagið sum eginpening, og at landskassainngjøldini til eginpeningin verða játtað líðandi árini 2014 til 2024. Fyrisitingin hjá landsstýrismanninum sigur í hoyringsskrivi, at tað verður ringt at fáa fígging til at byggja tunlarnar, tí at felagið hevur sera lítlan eginpening, sammett við lántøkuna tey fyrstu nógvu árini, tí eginpeningurin verður játtaður yvir 11 ár. Men Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, segði við útvarpið 5. februar, at eginpeningurin ER nóg stórur í hvussu so er í mun til fíggingina av Eysturoyartunnlinum. Henrik Old, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur skotið upp, at tað verður ásett við lóg, at bókstavirnir c,q,w,z og x eisini skulu standa í stavraðnum. Henrik Old sigur í viðmerkingunum til uppskotið, at meirilutin í Málráðnum ásannar, at hesir bókstavir eiga sín lut, men vil kortini halda teir uttan fyri almenna stavraðið. Løgtingsformaðurin beyð í august 2013 næmingunum í framhaldsdeildini hjá fólkaskúlanum, at senda inn lógaruppskot ella uppskot til samtyktar at viðgera á Ungdómstinginum, sum vóru10. og 11. februar 2014. Nógv áhugaverd uppskot vóru send inn, men eitt var serliga áhugavert Tað var uppskot um broyting av lærugreinini Kristinkunnleiki í fólkaskúlanum til heimsátrúnað eftir 7. Flokk. Anna hevur verið niðri í løgtinginum, har hon prátaði 5 ung, um akkurát hetta uppskotið. Hóast londini bæði eru ósamd um komandi kjarnorkuætlanirnar hjá Iran, eru Iran og USA kortini samd um, at tað verður trupult at koma til eina semju londini millum. Ayatollah Ali Khomeini, andaligi leiðarin í Iran, gjørdi mánadagin greitt, at hann ikki hevur serligar vónir undan samráðingunum millum Iran og tey seks heimsveldini. Eg endurtaki, at eg ikki eri bjartskygdur undan samráðingunum, sum ikki koma at føra til nakað. Men eg eri ikki mótstøðumaður mótvegis ætlanunum, sigur hann. Í november mánað 2013 varð ein fyribils avtala undirskrivað, ið áleggur Iran at minka sítt kjarnorkuvirksemi komandi hálva árið. Afturfyri slaka londini fyri vestan krøvini mótvegis Iran. Síðani fyribils avtalan varð undirskrivað í november í fjør, hava londini fyri vestan vónað, at ein langtíðarsemja um kjarnorkuætlanirnar hjá Iran kann fáast í lag, skrivar Ritzau. Ta ferðina gingu bert fáir tímar áðrenn ein høgur, amerikanskur embætismaður royndi at minka um týdningin á fyribils kjarnorkuavtaluni við Iran. Landsfelag Pensjónista fer hósdagin á fund við Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann at tosa um býtið av tips og lottopengunum, sum verður lutaður út til ymsar felagsskapir í Føroyum. Síðani seinasta summar hevur nevndin í Landsfelag Pensjónista verið á fleiri fundum við stóru politisku flokkarnar við ynski um, at lógin um ítróttarvedding verður broytt. Endamálið er, at Landsfelag Pensjónista eisini fær lut í tí peningi, sum á hvørjum ári kemur til landið frá donsku Tips amp Lotto puljuni. Vit tosaðu við Arna Torsteinsson formann í morgun. Í tíðindaskrivi sigur Annika Olsen, at stuðulin verður latin sum ein royndarverkætlan at seta á stovn eitt arbeiðsrættað tilboð til fólk, sum eru sálarsjúk ella hava sálarligar trupulleikar. Endamálið við einum Fountainhúsi er at skapa møguleikar hjá fólki við sálartrúpulleikum at virka á jøvnum føti við aðrar borgarar í samfelagnum. Málið er, at fleiri sálarsjúk fáa eina góða tilveru, eina tilveru, sum gevur meining og innihald í gerandisdegnum, verður sagt í tíðindaskrivinum. Ein 39 ára gomul donsk kvinna er ákærd fyri ikki at hava hjálpt einum menniskja í neyð, tá hon í fjør fór frá Minnu Michelsen úr Havn, sum hevði gingið seg fasta í einum mýrulendi við Nykøbing Falster í Danmark í fjør summar. Sambært Ekstra Blaðnum hevur ákærda kvinnan greitt frá, at tað var Minna, sum skeyt upp, at tær skuldu fara eim umveg, sum gekk gjøgnum mýrulendið. Fleiri enn fimm samdøgur gingu, áðrenn ákærda kvinnan greiddi løgregluni frá, at hon seinast hevði sæð Minnu Michelsen í mýrulendinum. Tað var løgreglan, sum setti seg í samband við ákærdu kvinnuna, ti kanningar vístu, at tann ákærda og Minna Michelsen vórðu sæddar saman, áðrenn Minna Michelsen varð eftirlýst. Meira KT í støddfrøðisundirvísingina Kunningartøkni og støddfrøði ganga hond í hond. Tað halda bæði Fróðskaparsetrið og Nám, sum fríggjadagin skipa fyri Tema degi í Klaksvík um evnið. Hoyr samrøðu við Petur Zachariassen frá Fróðskaparsetri Føroya og Heina Nygaard frá Námi. Skipið, sum er keypt úr Niðurlondum fyri 2,4 milliónir krónur, kom til landið fyrst í januar, og síðani hevur Strandferðslan fyrireikað útbjóðingartilfarið. Metstóra avfallið og ódnarveðrið, sum fleiri ferðir seinastu tíðina er endað við yvirflóð í Bretlandi, eru greið prógv um, at vit longu nú síggja avleiðingarnar av veðurlagsbroytingum. Nógv talar fyri, at higartil óhoyrdu veðurviðurskiftini skulu skiljast í einum breiðum samanhangi. Fýra av teimum fimm árunum við mesta avfallinum í Bretlandi til dømis hevur verið frá 2000 og 2013. Hetta er ongin tilvild. Og vit fáa eisini alt fleiri prógv um, at ógvusliga avfallið verður bara uppaftur ógvusligari, boðaði almenna bretska veðurlagsstovan frá í farnu viku. Blaðið, Information, skrivar í dag, at veðurlagsbroytingarnar síggjast eisini aðrastaðni í heiminum. Í Avstralia hava tey júst havt heitasta árið, tey vita um við met hitabylgjum. Argentina stríddist seinast í desember við eina av ógvusligastu hitabylgjunum í søguni, meðan Brasilia varð rakt av vatnflóg og omanlopum eftir met regnavfall. Um vit bara lata standa til, fara veðurlagsbroytingarnar fer alheims hitalagið at hækka við 4 hitastigum í miðal, og tað kann fáa ófatuligar avleiðingar, sigur N. Stern, formaður í veðurlagsstovninum, Grantham Research Institute. Hesa vikuna viðger ICES, altjóða havgranskingarstovnurin, grundarlagið fyri einari nýggjari og betri vísindaligari ráðgeving um makrelin í Norðuratlantshavi. Í næstu viku, tá strandarlondini hava úrslitið frá fundinum í Keypmannahavn, fer ES, sum stendur fyri makrelsamráðingunum nú í 2014, væntandi at boða til næsta samráðingarfundin um makrelbýtið í ár. Fyrst í hesum mánaðinum vóru samráðingar í Bergen, og tá var ikki langt millum partarnar. Men semja fekst tó ikki. Sannlíkt er, at samráðingarnar halda fram fyrst í mars. Poul Michelsen í Framsókn bað annars um, at uppskotini vórðu beind í eina grein 25 nevnd, tí so fáa allir flokkar høvi at viðgera málini. Men tá atkvøtt varð í tinginum fyrrapartin, vóru bert 13 atkvøður fyri. 18 atkvøddu ímóti. Sostatt fara uppskotini til viðgerðar í rættarnevndini, men har eru smáu flokkarnir Miðflokkurin, Framsókn og Sjálvstýrisflokkurin ikki umboðaðir. Á fíggjarlógini fyri 2014 eru tvær milliónir krónur settar av til at skipa eitt arbeiðsrættað tilboð til fólk við sálarligum trupulleikum. Talan er um sokallaða Fountain Húsið, sum Súsanna Winther Poulsen og Súna Mørk eru stigtakarar til, sum nú tvær milliónir krónur í stuðli. Endamálið við Fountain Húsinum er at skapa møguleikar hjá fólki við sálartrupulleikum at virka á jøvnum føti við aðrar borgarar í samfelagnum, siga stigtakararnir. Í fyrstu syftu skal verkætlanin staðfesta tørvin hjá málbólkinum, ynskini hjá arbeiðsmarknaðinum, umframt at kanna, hvør tørvurin er á einum slíkum tilboði. Lønir og samsýningar hjá landsstýrisfólkum er eitt av mongu málunum. Uppskotið er ikki lagt fyri løgtingið enn og tískil hava vit heldur ikki sæð tað enn, men sum skilst fer landsstýri at skjóta upp at broyta lønarviðurskiftini eins og ein arbeiðsbólkur mælti til gamlaárskvøld 2012. Fylgir uppskotið tilmælinum frá arbeiðsbólkinum, verður kostnaðarendurgjaldið strikað og landsstýrisfólk fáa ístaðin ein bil og lønarhækkan. Nógv umrødda loyvisgjaldið, sum alifyritøkur eftir ætlan skulu rinda fyri framíhjárættin til firðirnar, var eisini fyri á landsstýrisfundi. Landsstýrið væntar at fáa eina munandi milliónainntøku av loyvisgjaldinum. Ætlanin at langtíðarleiða eitt nýtt privat havrannsóknarskip, avlurtingarpakkin, privatiseringin av Ferðaráðnum og nýggja etiska ráðið vóru eisini umrødd á landsstýrisfundinum. Tey hundraðtals fólkini, sum í dag starvast í eldrarøktini hjá landinum, og sum skulu flytast til kommunurnar at arbeiða, fara ikki at merkja tær heilt stóru broytingarnar. 500 starvsfólk í eldrarøktini verða beinleiðis rakt, tá eldraøkið verður flutt frá landinum til kommunurnar at umsita 1. januar næsta ár. Tó verða nakrar praktiskar og umsitingarligar broytingar, tá kommunurnar yvirtaka starvsfólkini Løgtingið fer í dag at viðgera eitt lógaruppskot, sum sambært Almannamálaráðnum skal tryggja starvsfólkini í eldrarøktini, tá kommunurnar taka við økinum. Men tað ber til at siga fólki úr starvi, er uppsøgnin grundað á fíggarligar, tekniskar og fyriskipanarliga orsøkir, sum hava við sær broytingar í starvsviðurskiftunum. Vápnaðu uppreistrarmenninir vórðu handtiknir í einum avvápnaðar átaki, sum stjórnin skipaði fyri leygardagin. Hetta eru fyrstu handtøkurnar, sum stjórnin við Catherine Samba Panza, hevur framt. Isabelle Gaudeuille, løgmálaráðharri, noktar at upplýsa, hvørjir handtiknu uppreistrarmenninir eru, og hvørjar ákærur verða reistar móti teimum. Jean Pierre Sadou, limur í African peacekeeping mission sigur, at millum teir handtiknu eru anti Balaka leiðarar. Anti Balaka militsin eru hálvvápnaðir uppreistrarmenn, sum fyri tað mesta hoyra til kristnar bólkar í landinum. Teir hava seinastu tíðina verið skuldsettir fyri at hava dripið muslimar frá hond. Anti Balaka militsin varð sett á stovn eftir at muslimskir Seleka uppreistrarbólkar í longri tíð høvdu gjørt seg inn á og dripið kristin frá hond tað gjørdu teir millum annað til fyri umleið einum ári síðan. Kjakið í sjónvarpinum í kvøld snýr seg um uppskotið hjá Tjóðveldi at seta inn í stýrisskipanarlógina møguleikan at halda fólkaatkvøðu um lógaruppskot, um ein triðingur av løgtinginum krevur tað. Tað eru millum annað AFP og Sky News, sum bera tíðindini um hørðu bardagarnar í Kiev í dag. Tey hava tíðindini frá heilsustarvsfólkum hjá mótmælisfólkunum. Ein limur í ukrainska tinginum sigur á Facebook, sambært norska blaðnum VG, at trý lík liggja í einum húsum tætt við tjóðartingið í miðbýnum. Fyrr í dag lupu stuðlar hjá andstøðuni á høvuðssætið hjá Viktor Janukovitsj, forseta, við bensinbumbum sonevndum molovtovkokteylum. Fleiri hundrað fólk vóru við í álopunum, har rútar vórðu knústir. Sambært AFP eru 150 mótmælisfólk løstað í samanbrestum við løgregluna. Eini 30 fólk hava fingið skaðar í høvdið. Ein av andstøðuleiðarunum, Vitalij Klitsjko, heitir á Janokovitsj at taka løgregluna aftur úr gøtunum. Túrurin var á góðari leið, tí undir Føroyum er lítið at fáa, so hann verður altíð betri enn at royna á heimaleiðum, sigur reiðarin Váðasteinur ger klárt at fara nýggjan túr til Ný Fundlands, og tá okkurt smávegis er gjørt við skipið, verður farið nýggjan túr, helst seinast í vikuni. Nakrir trolarar eru á Flemish Cap, og nøkur línuskip eru annaðhvørt komin yvir, ella eru á veg yvir til Ný Fundlands. Kvotan á Flamish Cap í ár er góð 3.200 tons. Sambært Granskingarráðnum hava næstan tvær ferðir so nógvar kvinnur sum menn søkt um stuðul. 34 kvinnur og 14 menn standa sum verkætlanarleiðarar í umsóknunum. Búnaðargrunnurin er ikki trekur at lata bóndum lán til maskinur. Og hann brúkar heldur ikki langa tíð til at viðgera umsóknirnar, tá allar upplýsingar, sum skulu brúkast í viðgerðini, koma saman við umsóknini. Men tað er ikki altíð so lætt at fáa tøl og annað, sum skulu brúkast, tá metast skal um umsóknir. Tað sigur forkvinnan í stýrinum hjá Búnaðargrunninum, Óluva Midjord, nú Meginfelag Búnaðarmanna fer at læna limum sínum pengar, millum annað tí, at tað gongur so illa hjá teimum at fáa lán frá Búnaðargrunninum. Twisted Sister steig á tónleikapallin tíðliga í 1970 unum, men bólkurin gjørdi av álvara vart við seg við útgávan Stay Hungry frá 1984. Summar Festivalurin vil gera tað gjørligt at uppliva altjóða toppnøvn á føroyskum palli, og við Twisted Sister kunnu vit enn einaferð bjóða føroyingum ein legendariskan rockbólk, sum vit fyri bara fáum árum síðani ikki hildu var gjørligur at fáa til Føroya at spæla. Men nú er hetta veruleiki, og hetta verður ein tann størsta rockkonsertin, sum nakrantíð hevur verið í Føroyum, sigur Erik Biskopstø, ein av fyrireikarunum av Summarfestivalinum, við in.fo. Vár Berghamar Jacobsen, kandidatur í leiklistafrøði Bergljót av Skarði, cand. mag í enskum og føroyskum máli og Pætur Marjunarson Dahl, cand. mag. í heimsspeki og films og miðlavísundi umrøða nýggja leikin. Og í Mentanarálmanakkanum frætta vit um eitt nú fernisering í Gallarí Focus, har Amariel Norðoy, Eyðun av Reyni og Kári Svensson sýna fram um Eivør og Aldubáruna, ið fara á pall í Norðurlandahúsinum sunnudagin og ungdómssjónleikin Fuck, ið verður á palli í Norðurlandahúsinum sunnukvøldið. Vár Berghamar Jacobsen, kandidatur í leiklistafrøði Bergljót av Skarði, cand. mag í enskum og føroyskum máli og Pætur Marjunarson Dahl, cand. mag. í heimsspeki og films og miðlavísundi umrøða nýggja leikin. Og í Mentanarálmanakkanum frætta vit um eitt nú fernisering í Gallarí Focus, har Amariel Norðoy, Eyðun av Reyni og Kári Svensson sýna fram um Eivør og Aldubáruna, ið fara á pall í Norðurlandahúsinum sunnudagin og ungdómssjónleikin Fuck, ið verður á palli í Norðurlandahúsinum sunnukvøldið. Tað heldur Tjóðveldi, sum hevur skotið upp, at landsstýrið skal gera lógaruppskot, ið avmarkar váðan hjá føroyska samfelagnum, tá ið ræður um útlendskt virksemi hjá føroyskum fíggingarfyritøkum. Tjóðveldi vísir á, at bruttotjóðarúrtøkan í fjør sambært meting hjá Búskaparráðnum var 13,9 milliardir krónur Men javnin hjá størsta føroyska peningastovninum er nærum 17 milliardir krónur Tað er gleðiligt, at føroyskar fyritøkur menna seg bæði í Føroyum og uttanlands, men søgan vísir greitt, at sama hvørjar trygdir eru, kemur stórt trýst á landsstýrið, landskassan og skattgjaldararnar, tá bankar eru komnir í fíggjarligar trupulleikar, sigur Tjóðveldi. Flokkurin heldur, at ein máti at tryggja neyvari innlit og avmarka samfelagsliga váðan er, at útlendska og føroyska bankavirksemið verður skipað í hvør sítt felag. Innbrot hava verið. Spor eru allastaðni. Fleiri eru undir illgruna. Men hvør er hin seki Kjartan Hansen sigur frá. Aðrar røddir eru Birita Balle, Tórur Hardley, Danjal Ósá, Hanus Olason. Elin á Rógvi leggur til rættis og Alexander Gaard ger ljóðmyndina. Kristín Ragna Gunnarsdóttir hevur skrivað og Hjørdis Heindriksdóttir týddi til føroyskt. Bókin kom út í 2013 Støðan er spent í Ukreina, og stúrt verður fyri, at ófriðurin millum andstøðuna og stjórnardeildir, sum hevur verið í høvuðsstaðnum Kijev, fer at breiða seg til aðrar býir, og at tað endar við borgarakríggi. Starvsfólkini stúra fyri, at ófriðurin fer at breiða seg, men ongar ætlanir eru um at steingja deildina í Ukreina, sigur Dánial Hoydal. Tey, ið vóru í uppskoti at koma í nýggju nevndina, vóru Ella á Dalbø, Sigrid Petersen og Njal R. Petersen, og blivu hesi øll vald. Triðja várið á rað roynir Javnaðarflokkurin at fáa løgtingið at broyta lógina um vinnuligan fiskiskap, so lógin krevur, at manningar á fiskiskipum undir føroyskum flaggi verða løntar eftir teimum sáttmálum, sum eru galdandi á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Sáttmálar við manningarfeløgini skal vera ein treyt fyri at fáa fiskiloyvi. Reiðarar, sum ikki halda lógina, eiga at fáa eina bót, sum í minsta lagi er tann sama sum fíggjarligi fyrimunurin, reiðarin hevði av ikki at halda lógina og føroyskar lønarsáttmálar . Og skipið eigur eisini at missa fiskiloyvið, er talan um endurtikið brot á lógina ella serliga grovt brot, heldur Javnaðarflokkurin. Flokkurin sigur, at seinastu árini eru fleiri og fleiri reiðarar farnir at brúka bíligar útlendskar manningar, sum ikki fáa hýru eftir sáttmálunum hjá føroysku manningarfeløgunum. Harfturat hava bíligir útlendskir fiskimenn, sum sambært Javnaðarflokkinum eru undirløntir, ikki arbeiðsloyvi í Føroyum og rinda tí heldur ikki skatt í Føroyum. Javnaðarflokkurin hevði sama uppskot á vári 2012 og á vári 2013. Uppskotini fullu báðar ferðir. Samgongan segðí, at tað er óheppið, at løgtingið ásetir lønir við lóg. Hetta er á ongan hátt rætt, sambært Javnaðarflokkinum. Verður lógaruppskotið samtykt, hava partarnir á arbeiðsmarknaðinum framvegis fult frælsi til at samráðast og semjast um løn. Stríðið undan forsetavalunum í USA er tiltikið skitið. Og longu nú byrjar politikarar at blaka við runu. Vápnið er sonevnda Lewinsky gølan. Í eini samrøðu í farnu viku segði Rand Paul, at demokratarnir eiga at taka frástøðu frá Bill Clinton grundað á Lewinsky gøluna. Og hann legði aftrat Eg haldi, at amerikanarar eiga at hugsa seg um tvær ferðir, áðrenn teir velja geva rúm fyri Bill Clinton í Hvítu húsunum eina ferð enn, segði hann, og vísti til møguligu ætlanirnar hjá konuni, Hillary Clinton, at stilla upp til forestavalið. Republikanska forsetavalið á seinasta vali, Mitt Romney, heldur tað vera burturvið at tengja Bill Clinton og Lewinski málið saman við Hillary Clinton. Eg haldi ikki, at Bill Clinton er so áhugaverdur í hesum. Veljarin fer ivaleyst at taka atlit til avrikini hjá Hillary Clinton, um hon velur at stilla upp. Og tað skal veljarin eisini gera. Her er tað ikki mann hennara, tað snýr seg um, sigur Mitt Romney. Mikil orrusta tók seg upp um útbyggingina av frystigoymsluni hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri, tí hon skuldi byggjast frammanfyri gomlu handilsbygningarnar hjá Thomsen. Orrustan endaði við einari neyðsemju millum friðingarmyndugleikarnar, Tvøroyra kommunu og Varðan Pelagic, sum á pappírinum sá lovandi út. Turkur hevur verið í Brasilia, haðani meginparturin av kaffinum kemur, og kaffiframleiðslan er minkað munandi. Avleiðingin er, at prísirnir fyri kaffi eru øktir 38 prosent í 2014. Hetta er størsta príshækking í 10 ár. Sambært fólki í vinnuni tekur tað vanliga nakrar mánaðir, til príshækkingin merkist hjá brúkarnum, tí fleiri kaffiframleiðarar keypa kaffibønir nakrar mánaðir frammanundan og tí hava stórar goymslur. Ógvusligu príshækkingarnar kunnu elva til, at kaffiprísurin fer upp um fáar vikur, skrivar Wall Street Journal sambært Ritzau Finans. Kona trúboðaran, Karen Short, sigur við CNN, at maður hennara verður millum annað spurdur um, hvør hann er, hvønn felagsskap hann hoyrir til, og hvør hevur umsett átrúnaðarliga tilfarið til koreanskt. John Short, sum vanliga býr í Hong Kong, fór til Pyongyang leygardagin. Longu dagin eftir skal norðurkoreanska løgreglan hava avhoyrt hann á hotellinum, har hann búði. Síðan varð hann handtikin og settur í fongsul. Av tí at Avstralia onki diplomatiskt samband hevur við Norðurkorea, tekur svenska sendistovan sær av samskiftinum við afturlatnu stjórnina. Landsstýrismaðurin í vinnumálum fer at biðja løgtingið broyta kolvetnislógina. Sambært lógaruppskotinum skulu loyvishavar, sum ikki hava skrivstovu í Føroyum, í seinasta lagi tríggjar mánaðir eftir at lógarbroytingin er komin í gildi, hava stjóra ella deildarleiðara búgvandi í Føroyum. Fimm feløg hava í løtuni loyvi at leita eftir olju og gassi í Føroyum. Tvey teirra hava ikki deild ella felag her tey eru OMV og ExxonMobile. Hetta kravið um fólk og deild í Føroyum var eisini fyrr. Men tá partafelagslógin varð broytt í 2008, var tað ikki longur eitt krav, at deildir, sum eru skrásettar í Føroyum, skulu hava deildarleiðara búgvandi í Føroyum. Fyrsta viðgerð skuldi annars vera týsdagin. Men Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, sigur, at landsstýrið bað um at fáa viðgerðina flutta. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, bað fyri einari viku síðani løgtingið um loyvi til at stovna alment partafelag, sum skal byggja og eiga Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin. Landskassin skal seta 400 milliónir krónur í partafelagið, tær fyrstu 15 milliónirnar longu í ár, og tær seinastu hálvthundrað um tíggju ár. Harafturat kann landskassin lata í mesta lagi tíggju milliónir krónur um árið til rakstur frá tí árinum, Sandoyartunnilin verður tikin í nýtslu. Hetta er tað, sum Teistin kostar at reka nú. Vit settu Signhild Johannesen, sum er forkvinna í mentanarnevndini og sjálv arbeiðir á posthúsinum í Klaksvík stevnu í morgun. Tað er soleiðis at kommunan hevur stórar ætlanir við gamla posthúsinum, sum skal gerast partur av einum stórum mentanarhúsi í Klaksvík. Lagaliga rentan ger, at umhugsað verður eisini at endurfíggja longu nú ein part av tí, sum fellur til gjaldingar næsta ár. Eitt lógaruppskot um lántøku landskassans er á veg í løgtingið. Neyðugt er at lána 200 milliónir afturat til landskassan. Jørgen Niclasen er landsstýrismaður í fíggjarmálum 1. marts letur ein nýggj caf upp á Nólsoyar Pállsgøtu nummar 7. Tað er Mimmy Vágsheyg sum hevur tikið stig til hesa nýggju cafeina, og hon hevur stórar ætlanir. Alment verður einki sagt um, hvat er á skránni, men bæði uttanríkisleiðarin í ES, Catherine Ashton, og ES nevndarformaðurin, Jos Manuel Barroso, hava sagt, at ES eigur at seta tiltøk í verk móti Ukreina. Sendiharrarnir í ES londunum, sum hava ábyrgd fyri trygdarpolitikki, vóru fyrrapartin á fundi í Brússel, helst at fyrireika eitt uppskot at leggja fyri uttanríkisráðharrarnar. Fyrrverandi svenski forsætisráðharrin, sigur í dag, at tað er forsetin í Ukreina, sum hevur ábyrgdina av blóðbaðnum. Forsetin kundi havt forðað fyri ógvusligu samanbrestunum, men tað gjørdi hann ikki. Tað er stórur munur á, hvat politikarar og hvat onnur fáa fólk í ferðastuðli frá landinum. Men tað er eisini stórur munur á, hvat politikarar skulu gera og hvat onnur skulu gera fyri at fáa ferðastuðul. Hvørki løgtingslimir ella landsstýrisfólk noyðast rætta hond frá síðu fyri at fáa ferðastuðulin útgoldnan. Umsitingin á Løgmansskrivstovuni ornar øll viðurskiftini fyri løgtingslimir. Og umsitingin hjá løgmanni ornar øll viðurskiftini fyri landsstýrisfólk. Føroyskir politikarar fáa 10 ferðir so nógv í ferðastuðli sum vanligi borgarin. Í miðal. Politikararnir, sum fingu mest í 2013, fingu meira enn 20 ferðir so nógv sum vanlig fólk í ferðastuðli. Taks flutti fyrr í mánaðinum 1066 føroyingum samanlagt 7 milliónir krónur. Føroyskir politikarar býttu 2,6 milliónir krónur í ferðastuðli í millum sín í 2013. skipaðvarð fyri søguligari gonguferð við Jógvani Ravnsfjall sum frásøgufólki. Byrjað varð úti á Vágsstongum, á Stoksoyrarbakka, har sagt var frá um virksemi fram við vágni, ið hevur verið gjøgnum tíðirnar. Jógvan Ravnsfjall var frásøgumaður. Pól Sundskarð, sum rennur 4000 5000 kilometrar um árið, heldur tað er týdningarmikið at seta sær sjálvum mál. Næsta málið er at renna omanfyri 200 kilometrar uppá 24 tímar. Føroyskir politikarar og umsiting eiga eisini at vera á varðhaldi, nú tað er avdúkað, hvussu víða amerikanska fregnartænastan, NSA, fregnast, og hvussu tætt sambandið er við aðrar fregnartænastur. Tað heldur Hannes Gislason, Fiskivinnusamráðingarnar og ES tiltøkini móti Føroyum eru dømi um, at Føroyar kunnu verða áhugaverdar í njósnaraumhvørvinum, heldur Hannes Gislason, professari í KT á Fróðskaparsetrinum. Hann var í útvarpssendingini Radarin fyrrapartin. Radarin verður sendur aftur klokkan fimm seinnapartin. Føroyskir politikarar og umsiting eiga eisini at vera á varðhaldi, nú tað er avdúkað, hvussu víða amerikanska fregnartænastan, NSA, fregnast, og hvussu tætt sambandið er við aðrar fregnartænastur, heldur Hannes Gislason, professari í KT á Fróðskaparsetrinum. Fiskivinnusamráðingarnar og ES tiltøkini móti Føroyum eru dømi um, at Føroyar kunnu verða áhugaverdar í njósnaraumhvørvinum, sigur hann. Stjórnin í Egyptalandi tekur hóttanirnar í stórum álvara. Hazem Beblawi, forsætisráðharri, viðgongur, at al qaida ávirkaðu islamistarnir eru vorðnir ein stór hóttan seinastu tíðina serliga á Sinai hálvoynni. Islamistiski Ansar Beit al Maqdis hevur tikið ábyrgdini av eini bussatsókn, sum fyri nøkrum døgum síðan kostaðu trimum koreanskum ferðafólkum og bussføraranum lívið. Føroysku peningastovnarnir eru sera stórir, sammett við bruttotjóðarúrtøkuna í landinum lutfalsliga nógv størri enn teir einstøku donsku, tí teir eru so mangir í tali, meðan vit hava so fáar bankar. Tí sigur danska Vinnu og Vakstrarmálaráðið, at mørkini fyri, nær ein føroyskur peningastovnur verður eyðkmerktur sum systemiskur, skulu vera tvífalt so høg, sammett við SIFI mørkini í Danmark. Í Danmark er ein banki ein systemiskur SIFI banki, um javnin hjá bankanum er størri enn 6,5 prosent av donsku bruttotjóðarúrtøkuni. Til samanberingar er javnin hjá Bank Nordik 126 prosent av føroysku bruttotjóðarúrtøkuni, Eik banki 52 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni og Norðoyar Sparikassi 14 prosent av føroyska BTÚ. Í Danmark er ein banki eisini ein systemiskur SIFI banki, um útlánini eru størri enn 5 prosent av samlaðu útlánunum hjá bankageiranum í Danmark. Útlánini hjá Bank Nordik eru til samanberingar 47 prosent av samlaðu útlánunum í føroyska bankageiranum, Eik banki telur 37 prosent og Norðoya Sparikassi 12 prosent av samlaðu útlánunum í bankavinnuni. Triðja vektin, sum ger av, um ein banki er ein systemiskur SIFI banki, eru innlánini í tí einstaka bankanum, sammett við samlaðu innlánini í bankageiranum. Í Danmark er ein banki ein systemiskur banki, um innláini eru størri enn 5 prosent av samlaðu innlánunum í donsku bankunum. Til samanberingar eru innlánini hjá Bank Nordik heili 40 prosent av samlaðu innlánunum í føroyska bankageiranum, Eik banki hevur 42 prosent, meðan Norðoya Sparikassi hevur sløk 13 prosent av innlánunum. Í notati skrivar danska Vinnu og Vakstrarmálaráðið, at hetta talar fyri at brúka hægri mørk í Føroyum enn í Danmark, tá bankar skulu eyðmerkjast sum systemiskir. Frágreiðingin hjá gannskoðaravirkinum Januar er nøktandi, siga løgtings grannskoðararnir, men hóast tað skal Johan Dahl skal nú standa skúlarætt fyri løgtingsgrannskoðanini í málinum um fíggjaróskilið í Strandferðsluni. Johan Dahl hevur fingið seks vikur at svara fleiri spurningunum, áðrenn løgtingsgrannskoðanin ger nakra niðurstøðu Sambært Reimundi Langgaard eru eykaspurningarnir ikki sendir, tí frágreiðingin hjá grannskoðaravirkinum Januar ikki er nøktandi. Tað er púra vanligt at løgtingsgrannskoðararnir hava fleiri og aðrar spurningar í slíkum føri, sigur Reimund Langgaard. Hann veit ikki at siga, nær løgtingsgrannskoðanin kemur til eina niðurstøðu í málinum. Ongin fekk brúkt netbankan, kundar ringdu inn til bankarnar at biðja um vegleiðing, men har var heldur ongin hjálp at fáa, tí kervið í bankunum var óvirkið. Tað gekk eisini striltið hjá teimum, sum skuldu hava reiðan pening úr sjálvtøkunum ella í avgreiðsluni í bankunum. Nøkur viðskiftafólk fingu smærri upphæddir útgoldnar. Í teimum førunum varð upphæddin skrivað á ein pappírslepa. Ingi Vestergaard, KT leiðari í Bank Nordik sigur, at trupulleikarnir í bankakervinum stava frá KT veitarnum í Danmark. Scandinavisk Data Center er veitari hjá føroysku peningastovnunum, og brúkar JN Data sum undirveitara. Tað er har, trupulleikarnir vóru, men hvat var á vási, veit KT leiðarin ikki. Gunnar Skúvadal greiðir millum annað frá søguni handan túrarnar við ferðafólki undir Vestmannabjørgunum, og hvussu familjufyritøkan saman við ferðavinnuni er voksin stútt tey seinastu árini. Kanningin hevur til endamáls at vísa, hvussu langa tíð starvsfólkini nýta til ymiskar dagligar uppgávur, og harvið fæst eisini neyvari at vita, hvat røktin kostar. Hóast hesi mongu ár saman, so vil maðurin ikki, at konan tekur pening úr hansara konto ei heldur til rokningar tá hann er til skips. Ein maður spyr hvussu hann kann fáa sína konu oftari at siga, at hon elskar hann. At seta orð á sínar kenslur, er nakað heilt natúrligt fyri hann, og nærum eitt krav, tá ein er í hjúnarbandi. Gamalt flirt hjá manninum spøkir enn, og er tað við at oyðileggja teirra parlag. Onki sex og ongin nærleiki. Hvat skal eg gera spyr kvinnan. Vitello vil hava ein pápa Vitello býr í einum raðhúsum saman við Mammu. Bara saman við Mammu. Pápi Vitello er nevnliga eitt bartrog, og hann er ikki serliga nógv hjá teimum. Hann er faktiskt ongantíð har, og tað er irriterandi, heldur Vitello, tí allir hinir dreingirnir hava pápar. Tað er so irriterandi, at hann kemur til at billa vinunum inn, at hann hevur dekan fari eisini ein pápa, sum teir gott kunnu sleppa at síggja. Kim Fupz Aakeson slrivaði. Sjúrður Gullbein týddi. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2013. 22 ára gamla forboðið fyri, at føroysku manningarfeløgini kunnu umboða útlendingar, sum manna skipini í FAS, føroysku altjóða skipaskránni, skal strikast. Tað verður gjørt fyri at fáa føroyska flaggið av listanum hjá ITF við hentleikafløggum. ITF, Altjóða felagsskapurin hjá flutningsarbeiðarum, sigur, at føroyska flaggið er eitt hentleikaflagg hjá reiðaríum eins og flaggið hjá eitt nú Liberia. Í eini kunngerð á forsetaborgini í gjárkvøldið segði Janukovitj, at partarnir eru samdir um at fara undir samráðingar til tess at steðga blóðbaðnum, sum tikið verður til. Tað hevur verið sera ófriðarligt í Kijev seinastu dagarnar, og týsdagin lótu í minsta lagi 26 fólk lív í samanbrestum millum løgregluna og mótmælisfólk. Í dag koma uttanríkisráðharrarnir úr Póllandi, Fraklandi og Týsklandi til Kijev, og seinni í dag hittast allir ES uttanríkisráðharrarnir í Brússel at viðgera spurningin, um ES skal seta tiltøk í verk móti Ukreina. Mótmælisfólkini hava í tríggjar mánaðir víðgirt seg í miðbýnum í ukreinska høvuðsstaðnum. Tey krevja, at Janukovitj og stjórn hansara leggja frá sær, tí forsetin fyri jól sýtti fyri at skriva undir ein samstarvsavtalu við ES. Nógv bendir á, at mótstøðufólkini góðtaka ikki vápnahvíldina. Skot eru at hoyra, og mótmælisfólk grýta grót eftir løgregluni, siga tíðindafólkini. Í eini kunngerð á forsetaborgini í gjárkvøldið segði Janukovitj, at partarnir eru samdir um at fara undir samráðingar til tess at steðga blóðbaðnum, sum tikið verður til. Tað hevur verið sera ófriðarligt í Kijev seinastu dagarnar, og týsdagin lótu í minsta lagi 26 fólk lív í samanbrestum millum løgregluna og mótmælisfólk. Í minsta lagi 500 fólk vórðu særd. Meira var at gera hjá byggivinnuni í fjør enn árið fyri. Byggitilfar fyri 422 milliónir krónur varð innflutt í fjør, tað eru 66 milliónir krónur meira enn í 2012. Størsta vøksturin í prosentum hava bilarnir. 31 prosent fleiri bilar komu til landið í fjør enn í 2012, vísa tølini, sum Hagstovan hevur kunngjørt. Og árið 2007 var samanumtikið eitt serstakt ár, tá talan er um innflutning. Hagstovan sigur, at innflutningurin av vørum til beinleiðis húsarhaldsnýtslu minkaði nógv árini eftir 2007, tá fíggjarkreppan gjørdi um seg. Næstseinast, innflutningurin til beinleiðis húsarhaldsnýtslu minkaði, var aftan á 1988. Tá gingu 12 ár, áðrenn innflutningurin aftur fór upp um tað, sum hann var í 1988. Í 2013 var so sætta árið, at innflutningurin til húsarhaldini var minni enn í 2007. Góðan morgun, Vár í Ólavsstovu Her er spurningurin til tín í morgun, har ein lurtari skrivar Síðandi eg seinast hoyrdi Vár í Ólavsstovu greiða frá um nýgg orð, sum er komin inní málið, havi eg hugsað um, hvør avgerð, hvat kyn hesi nýggu orðini skulu hava og hvussu tey verða bend, eitt nú app, hví eru øll so samd at kalla tað eina app og ikki eitt app Er tað bara heilin hjá okkum, sum er uppá spæl ella hvat Eitt annað orð er leinki á enskum Link. Tá tað verður brúkt í telduhøpi eitur tað eitt leinki, men tað sum vit hava hálsin ella armin er ein leinkja. Hvør er munurin Og at enda, eitt orð sum verður brúkt meira og meira er orðið Whistleblower, er nakað føroyskt orð fyri tað Í Íslandi er stórur áhugi fyri at fiska makrel í grønlendskum sjógvi í ár. Landsstýrið í Grønlandi sigur, at skulu øll sleppa at fiska, sum hava søkt um tað, verður neyðugt at fimmfalda kvotuna, so hon verður 288.000 tons. Millum skipini, sum eru seld til Grønlands, er Skálaberg, sum varð seldur til Argentina úr Føroyum fyri nøkrum árum síðani. Skálaberg varð síðani keyptur til Íslands, men fekk eingi fiskirættindi har. Nú skal hann so fiska makrel við Grønland fyri Arctic Prime Productions, sum íslendska felagið Brim eigur í, veit íslendska kringvarpið at siga. Íslendsk reiðarí fara til Grønlands fyri at fáa lut í makrelinum har og eisini fyri at útvega sær royndir og rættindi, sum kunnu vera hent at hava, tá kvotan skal býtast. Í Grønlandi er einki virki, sum tekur móti uppsjóvarfiski. Har hava verið móttøkuskip úr Kina, men íslendsku skipini, sum eru seld til Grønlands at fiska makrel, landa í Íslandi. Hann vaks upp um sum ortodoksur muslimur í Sýria, men flutti í 1974, 11 ára gamal, við familjuni til Danmarkar. Naser Khader hevur stóra virðing fyri tí kristna Guði, sum ikki revsar ivasamar sálir, og hann sær nógv gott í eini samfelagsskipan, sum byggir á kristin lívsvirðir og sjálvur kallar hann seg ein kulturkristnan muslim , men hvat er tað fyri nakað. Morgunsendingin hitti Khader í morgun. Sjónvarpsrøðin lýsir ein náðileysan amerikanskan politikara, ið nýtir allar hættir at koma upp á ovastu rók, og eina tíðindakvinnu, sum eisini fer langt í strembanini eftir góðu søguni. Men í hvønn mun er sjónvarpsrøðin sambærilig við veruleikan Tað hava í fleiri vikur verið nógv lið um boðið, men alt bendir í løtuni á, at KÍF og VÍF fara at vinna sær pláss í FM finalurnar í hondbólti hjá monnum. KÍF hevur so mikið stóran stigamun, at teir verða neyvan tiknir, og sum nevnt sær tað gott út hjá VÍF, tí teir hava kappingarneytarnar á heimavølli. Um hugt verður eftir dystunum, sum feløgini hava eftir, sæst, at VÍF hevur fleiri lykladystir á heimavølli. Teir hava KÍF úti, men møta STÍF, H71 og Kyndil heima. Havnarmenn Vit eru nakrir entusiastiskir ungir menn sum eru komnir nakað ávegis í lívinum, við hvør síni yrkisleið, men við einum felags áhugamáli, sum vit brenna fyri TÓNLEIKUR. Soleiðis skriva teir á heimasíðuni, og í studio 5 í morgun, fingu vit eina smakkiroynd, hvat er í væntu til konsertina leygarkvøldið Vár í Ólavstovu, málfrøðingur, gav í Góðan morgun Føroyar sítt boð uppá, hvussu ein whistleblower skal eita á føroyskum. Hvat heldur tú Hann segði, at løgtingið kann altíð broyta lógina, men verður hon ikki broytt, so halda loyvini fram fimm ár aftrat. Enn er onki lógaruppskot komið um at broyta lógina um vinnuligan fiskiskap. Samgongan arbeiðir við at finna eina semju, men onki uppskot kemur fyri ólavsøku. Løgingið kann altíð broyta lógina um vinnuligan fiskiskap, men verður lógin ikki broytt, so halda loyvini fram, staðfesti aðalstjórin í Fiskimálaráðnum, Rógvi Reinert, í kjakinum um fiskivinnunýskipan í Klaksvík í gjárkvøldið. Enn er onki lógaruppskot komið um at broyta lógina um vinnuligan fiskiskap. Samgongan arbeiðir við at finna eina semju, men onki uppskot kemur fyri ólavsøku. Michael Carlsen, kunningarstjóri hjá PensionDanmark, sigur frá Rune Bro Róin, at tá loysnin, sum varð løgd fyri CIP, varð av ongum, hevur CIP biðið landsstýrið gjalda tað, sum CIP eigur til góðar. Rune Bro Róin sigur, at CIP hevur ikki tikið støðu til framtíðina hjá CIP í Føroyum, til dømis, um CIP vil vera við til at fíggja almennu loysnina, sum politisk semja er um. CIP hevur tvey partafeløg í Føroyum, sum vórðu stovnað í juni í fjør, tá alt bendi á, at CIP skuldi gera Eysturoyartunnilin. Partafeløgini eita Eysturoyartunnilin og Faroese Infrastructure Holding. Lív eigur 20 prosent í feløgunum. Stjórin í Lív, Jan Jakobsen, og nevndarformaðurin, Finn Danberg, søgdu báðir við Útvarpið fyri tveimum vikum síðani, at Lív bíðar eftir endaligu avgerðini um almennu loysnina. Løgtingið hevur ikki enn viðgjørt uppskotið hjá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, um almenna partafelagið, sum skal gera og eiga Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin. Fyrsta viðgerð verður í tinginum um eina viku. Í Brunsj greiðir Ingun í Skrivarastovu millum annað framleiðsluni av Vetrarmorgun , sum júst hevur fingið virðisløn í Berlin, og hvussu samstarvið við Sakaris Stórá kom í lag. Eisini sigur hon frá upprunanum til stóra áhugan fyri films og sjóvarpsframleiðslu, og frá tíðini tá foreldrini arbeiddu í Sjónleikarhúsinum. Arbeiðsbólkurin, sum gjørdi tilmælið, mælti løgmanni frá at taka partar úr tilmælinum, men mælti honum til at síggja tilmælini sum eitt samlað verk. Men sambært Jørgeni Niclasen snýr osemjan seg um, hvørt tilmælið skal fylgjast, ella um landsstýrið sjálvt skal viðgera spurningin. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum sigur seg vóna, at eitt uppskot um at broyta lógina um vinnuligan fiskiskap kann koma á ólavsøku, men stóru samgonguflokkarnir eru ikki samdir um eina nýskipan. Tað kom fram á kjakfundinum í Klaksvík í gjárkvøldið um fiskivinnunýskipan. Alfred Olsen, formaður í tingbólkinum hjá sambandsflokkinum, trýr framvegis upp á eina semju í samgonguni. Hann viðgongur, at í løtuni er andstøðan ikki við í arbeiðinum at gera eina nýskipan . Og Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, sigur seg framvegis trúgva upp á eina semju millum samgonguflokkarnar, men tað verður trupult, sigur hann. Avtalan um vápnahvíld helt bert í átta tímar, og síðani tíðliga í morgun hava ógvusligir bardagar verið ímillum mótmælisfólkini og løgregluna. Mett verður, at yvir 100 fólk hava latið lív, sambært mótmælisfólkunum, og at fleiri hundrað eru særd. Mótmælisfólkini skuldseta myndugleikarnar fyri at hava sett sníkiskjúttar á tøk við Frælsistorgið, og teir skjóta frá hond. Samstundis eru tíðindi um, at mótmælisfólkini ella uppreistrarfíolkini, sum tey nú verða nevnd, hava tikið yvir 60 løgreglufólk til fanga. Innanríkisráðharrin í Ukraina, Vitalij Zakhartjenk, hevur boðað frá, at løgverjufólkini hava fingið vápn, og tey hava fingið boð um at brúka vápnini, um tað er neyðugt, fyri at tryggja lóg og landaskil. Upptøkur, sum eru gjørdar á Frælsistroginum vísa, at løgreglan og mótmælisfólkini skjóta eftir hvørjumøðrum, og at báðir partar bera vápn. Innanríkisráðharrin krevur at mótmælisfólkini lata øll vápn frá sær. Tríggir uttanríkisráðharrar úr ES eru framvegis í Ukraina, samstundis sum uttanríkisráðharrarnir í hinum ES londunum eru á fundi í Bruxelles, fyri at fáa semju í lag um tiltøk ímóti Ukraina. Væntandi fer ES at samtykkja tiltøk, sum millum annað leggja hald á kontur hjá polittikarum og embætisfólkum í Ukraina í ES, og at fólkini ikki fáa innferðarloyvi til ES. USA hevur boðað frá, at 20 ukrainskir embætismenn ikki sleppa til USA, tí teir skulu hava givið boð um at bróta mannarættindini. Russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, sum er staddur í Bagdad, finst hvassliga at ES og USA fyri framferðina ímóti Ukraina. Tað er ikki hóskandi at leggja trýst á eitt land sum er í kreppu, og tað kann Rusland ikki góðtaka, sigur Lavrov í einum boðum til altjóða tíðindastovurnar. Fyrrverandi Víkingsleikarin, Kaj Leo í Bartalsstovu, sum nú spælir í Noreg, er úttikin ístaðin fyri Christian R. Mouritsen, sum hevur givið avboð. Landsliðið skal venja í Mijas í suður Spania. Í samband við venjingarleguna er ein venjingardystur móti Gibraltar eisini á skránni. Verjuleikarar Jónas Tór Næs, EB Streymur Sonni Ragnar Nattestad, FC Midtjylland Gunnar Haraldsen, HB Rógvi Baldvinsson, Bryne BK Viljormur Davidsen, Vejle BK Oddmar Færø, Forfar Athletic bert við til seinna dystin Miðvallarar Hallur Hansson, AaB Fróði Benjaminsen, HB Karl Løkin, ÍF Kaj Leo í Bartalsstovu, Levanger FK Heini Vatnsdal, HB Gilli Sørensen, AaB Pól Johannus Justinussen, EB Streymur Christian Lamhauge Holst, Silkeborg IF Í dag greiðir Malan Thomsen, forkvinna í musikskúlanevndini hjá Tórshavnar Býráð frá kappingini Stella Polaris. Kappingini er í Norðurlandahúsinum 28.februar og 1. mars. Luttakarar eru 10 24 ára gamlir. Eisini eru vit til cello við Vár Iversen Lindenskov, sum fer at kappast. Hon er 12 ára gomul. Svimjing.com skrivar, at í Odense er tað serliga Frans Johannesen sum ger um seg, við bestu tilmeldingartíð í 200, 400 og 800 metra frísvimjing, umframt næstbestu í 100 frí og 200 blandað. Í Ballerup eru tað teir báðir Pál Joensen og Magnus Jákupsson. Pál við bestu tilmeldingartíð í 200, 800 og 1500 frí, umframt næstbestu í 400 frí. Ein 22 ára gomul kvinna er komin í eina tvístøðu, tí hon eftir ætlan skal út at fjakka í næstum. Men nú er mamma hennara vorðin álvarsliga sjúk, og hon hevur fingið ring boð. Ver heima, sigur Also panelið. Trý onnur evni eru í sendingini hesaferð. Paneli roynir at ráðgeva kvinnu, sum hevur trupulleikar við sínum stjúksoni, foreldrum, sum eiga vaksin børn, ið eru blivin óklár og einum manni, ið er argur um, at einum vinmanni dámar so væl at tosa fúlt hóast kona vinmannin heilt sjónliga ikki er glað fyri tað. Edna, sum er smíðað á Skála í 1984, hevur veiðiloyvi. Í løtuni hevur skipið tó einki fiskiloyvi, tí tað hevur ligið síðani fyrst í september í fjør. Á tvingsilsuppboðnum í Fútarættinum boðaði advokaturin hjá Eik frá, at hann hevði júst biðið Skiftirættin koyra gamla reiðaríið hjá Ednu, smápartafelagið Undir Vørðuni í Havn, á húsagang. Fólk, sum liggja á sjúkrahúsi, verða liggjandi har eftir at tey eru liðugt viðgjørd, tí tey hava onga staðni at fara. Talan er um okkurt um 30 fólk um árið. Sambært Heilsumálaráðnum eru fólk innløgd á øllum trimum sjúkrahúsum, hóast tey av røttum eiga at vera útskrivað, tí viðgerðin er liðug. Í Klaksvík kunnu í miðal tvey fólk um árið ikki útskrivast av sjúkrahúsinum, tí tey kunnu ikki búgva heima, og hava heldur ikki pláss á bústovni. Á Landssjúkrahúsinum hava seinastu árini verið um stívliga 20 liðugt viðgjørdir sjúklingar innlagdir. Tá eru búfólk á Psykiatriska deplinum tald við. Høvuðsorsøkin er vantandi røktarheimspláss, umlættingarpláss og sambýli. 15 fólk noyðast at búgva Á Psykiatriska deplinum, tí tey hava onga aðra staðni at búgva. Íverksetarahúsið og Kvinna skipa í dag fyri einum inspiratiónsdegi fyri kvinnur, sum hava áhuga fyri at seta nakað í verk sjálvar. Dagurin í dag fer at snúgva seg um leiðslu og at seta egnu fyritøku á stovn. Í hesum sambandi fáa vit vitjan av Juttu Helgadóttir, sum rekur egna fyritøku her í býnum og Margretu Bak sum fer at geva góð ráð um leiðslu. Hóast ukrainski forsetin, Viktor Janukovitj, hevur boðað, at stjórnin og andstøðan hava gjørt avtalu, sum skal steðga harðskapinum í Kijev, er framvegis ógreitt, um nøkur avtala er fingin í lag. Í nátt vóru samráðingar á forsetaborgini millum Janukovitj og umboð fyri andstøðuna, og tríggir ES uttanríkisráðharrar, sum eru í Kijev, vóru semingsmenn. Andstøðan hevur ongar viðmerkingar til málið, og franski uttanríkisráðharrin, Laurent Fabius, sigur við Reuters, at fyrst skal andstøðan ráðføra seg. Ukreinskt sjónvarp veit at siga, at avtala er gjørd, og hon ber í sær, at ein skiftisstjórn verður skipað, at val verður útskrivað í næstum, og at broytingar verða gjørdar í grundlógini. Kanningin hevði til endamáls at vísa, hvussu langa tíð starvsfólk nýta til ymsar uppgávur. Eitt nú hava starvsfólk á røktarheimum skrásett, hvussu nógvar minuttir tað tekur at hjálpa einum fólki í bað. Eyðun Mohr Hansen, virkandi stjóri í Almannaverkinum, sigur, at hann hevur gjørt av at steðga kanningini, tí játtanin til eldraøkið í ár er vaksin, og eldraøkið verður lagt til kommunurnar næsta ár. Tá verður fíggjarleisturin eisini øðrvísi. Ítróttarlærara toymið vísur á, at fleiri av næmingunum, sum fyrr vístu ítróttartímunum lítlan áhuga, nú eru ágrýtin og virkin í tímunum. Vit eru sera væl nøgd við hetta fyrsta royndarárið og hava tí í samráð við ítróttarlærarar og Vágs kommunu gjørt av at víðka um tilboðið, soleiðis at fleiri næmingar kunnu fáa ágóðan av ítróttarbreytini , sigur Óli í Hjøllum, skúlastjóri. Jón Bjarnason landsliðsvenjari í svimjing, Jón Pauli Olsen, venjari hjá kvinnulandsliðnum í fótbólti, og Gurið Mortensen, hondbóltsspælari og venjari hjá VB taka sær av undirvísingini. Dennis Holm, borgarstjóri, fegnast um góðu royndirnar við ítróttarbreytini og at breytin nú verður víðkað til, umframt 8. og 9. flokk, eisini at fevna um 6. og 7. flokk. Vit eru í einum spennandi og mennandi samstarvi við leiðslu og lærarar í Vágs skúla, har vit hava eitt felags mál, at skapa ein so góðan skúla sum tilber, sigur borgarstjórin. Norski fiskimálaráðharrin, Elisabeth Aspaker, duldi ikki misnøgd sína við ES á aðalfundinum hjá norska reiðarafelagnum Fiskeb t í gjár. Reiðarar í Norra fýlast á, at makreltrætan ger, at Norra heldur ikki fær avtalur við ES um onnur fiskasløg. Fiskiskapur, sum vanliga plagar at byrja í januar, hevur ikki verið í ár. Makrelstríðið hevur eisini gjørt, at norsk skip nú í nøkur ár ikki eru sloppin at fiska í føroyskum sjógvi. Føroysk skip sleppa heldur ikki í norskan sjógv at royna. Eliasbeth Aspaker viðgongur, at samstarvið millum Norra og ES skal standa sína roynd, tí ES lovaði Føroyum og Íslandi størri kvotu, uttan at Norra góðkendi tað, skrivar Fiskeribladet Fiskaren. Norski reiðarar halda, at Norra eigur at gevast við samráðingunum um makrelin og gera tað, sum Norra heldur er skilabest. Men tað vil ráðharrin tó ikki. Hon gjørdi tó greitt á aðalfundinum hjá norsku reiðarunum, at Ísland sleppur ikki at fiska makrel í norskum sjógvi. Hon nevndi ikki Føroyar í tí sambandinum. Audun Mar k, stjóri í norska reiðarafelagnum, fanst hvassliga at handfaringini hjá ES av makreltrætuni í samrøðu við útvarpið 25. januar í ár. ES noyðist nú at skitna arbeiði fyri Føroyar og Ísland í makrel trætuni og trýst Norra at lata burtur av síni kvotu, tí Maria Damanaki, ES fiskivinnukommiserur, hevur vavt samráðingarnar upp í ein ellubita við at bjóða Føroyum og Íslandi 11,9 prosent av heildarkvotuni uttan um Norra, eru bersøgnu orðini frá Audun Mar k. ES noyðist nú at skitna arbeiði fyri Føroyar og Ísland í makrel trætuni og trýst Norra at lata burtur av síni kvotu, tí Maria Damanaki, ES fiskivinnukommiserur, hevur vavt samráðingarnar upp í ein ellubita við at bjóða Føroyum og Íslandi 11,9 prosent av heildarkvotuni uttan um Norra. Tað sigur ein bersøgin Audun Mar k, stjóri í norska reiðarafelagnum. Kvinnan, sum skjeyt, er fyrrverandi leiðari í indiánara friðøkinum reservatinum . Skotini fullu undir einari hoyring, har fyrrverandi leiðarin skuldi blakast út úr einum av húsunum í friðøkinum. Einir 35 indiánarar úr Paiute ættarbólkinum búgva í friðøkinum, sum liggur fjarskotið nærindis markið til Oregon. Rólant Waag Dam, samskipari hjá FMA arbeiðsbólkinum, kemur á gátt hjá Eyðfinni Jensen at greiða frá tilnevningunum og stórsligna tiltakinum, ið verður hildið í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið tann 15. mars. Forkvinnan í felagnum Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar, Óluva í Gong, vísir á, at enn vita kommunurnar ikki hvussu eldraøkið og starvsfólkaviðurskiftini verða skipað. Friðaravtalan er komin í lag eftir samráðingar í nátt millum Janukovitj, forseta, og umboð fyri andstøðuna. Uttanríkisráðharrarnir í Týsklandi, Fraklandi og Póllandi, sum komu til ukrainska høvusstaðin Kijev í gjár, vóru semingsmenn. ES uttanríkisráðharrarnir samtyktu í gjár at seta tiltøk í verk móti Ukraina, men tíðindafólk í Brússel siga, at nú avtala er fingin í lag, kann vera, at tiltøkini ikki verða so strong. Hetta hevur við sær, at tey sjáldan kunnu brúka sínar førleikar til fulnar á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Í hesi magasin sendingini verður tosað við tríggjar tilflytarar, sum allir máttu skifta yrkisleið, tá teir fluttu til Føroyar. Lag til rættis Ivan Hentze Niclasen. Ársins sangari ella einleikari Kári Sverrisson Jón Aldará Høgni Lisberg Ársins bólkur ella einstaklingur Týr Hamferð Kári Sverrisson amp Bendar Spónir Ársins fløga Valkyrja Týr Evst Hamferð Nøkur fá fet aftrat Kári Sverrisson amp Bendar Spónir Ársins sangur Stóra lívmóðurin Kári Sverrisson amp Bendar Spónir Tokan Marius og Svævar Knútur Nation Týr Ársins einleikari ella bólkur Eivør Bendar Spónir Kvartettin í Betesda Ársins fløga Motion Emotion Sunleif Rasmussen Skrímslið, lítla systir mín Eivør Bendar Spónir Hvussu bendir man spónir Ársins lag verk Lurta nú Eivør Motion Emotion Sunleif Rasmussen Hin nýggi sangurin Bendar Spónir POPP BÓLKURIN tilnevningar Ársins sangari Teitur Høgni Reistrup Knút Jens Marni Hallur Joensen Ársins songkvinna Greta Svabo Bech Guðrið Hansdóttir Guðrun Pætursdóttir Háberg Døgg Nónsgjógv Laila Carlsen Ársins fløga Byrta Byrta Story Music Teitur Undirgangstónar Swangah Áðrenn vit hvørva Høgni Reistrup With Stars amp Legends Hallur Ársins sangur Loyndarmál Byrta Tú tók mína hond Døgg Nónsgjógv Shut Up amp Sing Greta Svabo Bech Rock And Roll Band Teitur Heyah Allan Tausen Ársins bólkur einstaklingur Byrta Teitur Greta Svabo Bech Høgni Reistrup Swangah Ársins nýggi bólkur einstaklingur Byrta Døgg Greta The Absent Silver King LoverLover Flamma Allan Tausen Laila av Reyni Jákup L tzen Flogvøllurin og flogfelagið fara at stovna eitt óheft felag, P f Duty Free FAE, at hava tollfríu søluna. Við hesum hevur Atlantic Airways samstundis slept ætlanini um aftur at selja tollfrítt í flogførunum. Duty Free FAE skal leiga 625 fermetrar frá Vága Floghavn til handilin. Handlarnir, sum nú selja tollfrítt, eru 65 fermetrar hvør. Í nevndini hjá P f Duty Free FAE eru Jákup Sverri Kass og Kitty May Ellefsen fyri flogvøllin og Niels Mortensen og Marius Davidsen fyri Atlantic Airways. Jákup Sverri Kass verður nevndarformaður og Marius Davidsen verður stjóri. Eingin teirra fær samsýning ella løn fyri tað, sigur Jákup Sverri Kass Skipið hevur fingið navnið Eivind, og Eivind fer at kosta einar 23 milliónir krónur, tá hann er klárur at fara til fiskiskap, sigur reiðarin, Hálvdan Gudmundsen. Eivind er frystilínuskip, og kann frysta 23 tons samdøgrið. Partafelagið Fossá hevur samstundis selt Venus til Noregs, og hann fer úr Føroyum sunnukvøldið. Fossá eigur eisini Havbúgvan, og hann verður verandi í vinnu, skrivar Skipsportalurin. Tá hugsað verður um afturgongdina í grønlendska samfelagsbúskapinum, eru vit avgjørt nøgd við úrslitið, sigur stjórin í Grønlandsbankanum, Martin Kviesgaard, við grønlendska kringvarpið. Útlánini eru nógv minkað, men tað er tí, at fleiri byggiverkætlanir vórðu lidnar í fjør og fyrraárið, og tí er tað ikki óvæntað, sigur bankastjórin. Hann vónar, at meiri verður lænt út í ár, tí ætlanir eru um fleiri byggiverkætlanir. Partaeigararnir fáa slakar 100 milliónir krónur í vinningsbýti. Í ár væntar Grønlandsbankin at hava millum 125 og 145 milliónir krónur í avlopi. Sambært Heilsumálaráðnum eru fólk innløgd á øllum trimum sjúkrahúsum, hóast tey av røttum eiga at vera útskrivað, tí viðgerðin er liðug. Í løtuni eru sjey slík fólk á Suðuroyar sjúkrahúsi, men miðaltalið har er trý til fimm fólk. Í Klaksvík kunnu í miðal tvey fólk um árið ikki útskrivast av sjúkrahúsinum, tí tey kunnu ikki búgva heima, og hava heldur ikki pláss á bústovni. Á Landssjúkrahúsinum hava seinastu árini verið stívliga 20 liðugt viðgjørdir sjúklingar innlagdir. Tá eru búfólk á Psykiatriska deplinum tald við. Høvuðsorsøkin er vantandi røktarheimspláss, umlættingarpláss og sambýli. 15 fólk noyðast at búgva Á Psykiatriska deplinum, tí tey hava onga aðra staðni at búgva. Á Medisinska deplinum og Skurðdeplinum á Landssjúkrahúsinum brúktu fólk, sum kundu verið útskrivað, 1400 seingjarpláss í fjør. Kommunurnar í Sandoynni hava tikið stig til ætlanina, landið hevur átikið sær ein part av kostnaðinum, og Katrin Petersen er sett at samskipa tiltøkini. Verkætlanin hevur eitt ár á baki, og tí er nakað tíðliga at fregnast eftir úrslitum, men ein fortreyt hjá Sandoynni sær út til at fara at verða broytt, nú løgtingið í næstu viku fer at samtykkja at gera Sandoyartunnilin, sum væntandi verður liðugur í 2021. Sjálv bíðar Katrin Petersen ikki eftir Sandoyartunnlinum. Hon hevur valt at búseta seg í Sandoynni við teimum umstøðum, sum har eru, íroknað tað at siglast skal um Skopunarfjørð. Tað skal ikki skiljast so, at Katrin ikki vil hava tunnilin, men at hon tilvitað hevur valt at venda aftur til heimbygdina at búseta seg. Hevur tú stundum havt eina kenslu av, at januar mánin er tyngri at koma gjøgnum hjá tær enn hinir ellivu mánarnir í árinum, er tað ikki heilt uttan orsøk. Hagtøl frá Hagstovuni, ið strekkja seg frá 1985 2012, vísa nevniliga, at tann fyrsti mánin í árinum somuleiðis er mánin, tá flest føroyingar doyggja. Seinastu 28 árini eru í miðal 35,5 føroyingar deyðir hvønn januar mánað, ið somuleiðis gevur fyrsta mánanum ivasama heiðurin at vera tann mest deyðiligi hjá føroyingum. Seinasti mánin í árinum, desember, er eisini mánin, har nógvir føroyingar seinastu 28 árini eru farnir í grøvina, framgongur av hagtølunum hjá Hagstovuni. Síðan 1985 og fram til 2012 eru í miðal 34,0 føroyingar deyðir í desember mánanum, sambært hagtølunum, ið vísa eitt týðiligt rák, nær flestu føroyingar doyggja. Verða tølini umroknað, svarar hetta til, at 1,15 føroyingar eru deyðir hvønn dag í januar, meðan 1,10 føroyingar eru deyðir hvønn dag í desember mánanum. Hinvegin er støðan ein heilt onnur í juni og í september mánunum. Í juni doyggja munandi færri fólk í Føroyum enn í januar og desember, sambært tølum hjá Hagstovuni. Í miðal eru 27,6 føroyingar deyðir í juni mánunum árini frá 1985 2012. Tað vil siga, at sannlíkindini, fyri at tú doyrt í januar, eru 28,6 prosent størri enn í juni mánanum. Næst niðast á listanum yvir mánarnar í árinum, har fægst føroyingar eru deyðir síðan 1985, er september. Tað talið var 29,0 frá 1985 til og við 2012. Hans Juul Nystrøm Hansen hevur stóran áhuga fyri myndatøku, og mynd hansara av Mykinsehólmanum er nú vald út av The Royal Photogenic Society at vera millum bestu ferðamyndir. Tað er ikki fyrstu ferð, at ein mynd hjá Hans Juul Nystrøm Hansen endar í kendum tíðariti. Fyri nøkrum vikum síðan endaði ein mynd hjá honum av Gásadali í New York Times. Tað var fyrsta mynd hjá Hans Juul Nystrøm Hansen, ið nakrantíð var á prenti. Les um tað HER . Eg veit ikki, um eg kann brúka hetta til nakað, men mær dámar væl at fáa myndirnar út og síggja, hvussu tær fáa sítt egna lív. Og sum tær kunnu vera við til at kunna útlendingum um Føroyar, so ongantíð betri. Í dag spyrja vit, hví Tórshavn eitur Tórshavn, hvussu er við toruni og hvat er norrøn gudalæran. Vár í Ólavstovu fer at greiða frá og børn í 5.flokki í skúlanum við Løgmannabreyt í 2009, søgdu sína hugsan. Brynhildartáttur er eitt av bestu kvæðum okkara, heldur Anna Petersen. Og Høgni Mohr skipar hann ómetaliga væl eftir hennara tykki. Brynhildartáttur er 232 ørindi. Harafturat hevur Anna valt kvæðið um Brúsajøkil, sum Dansifelagið í Havn kvøður. Anna er eisini hugtikin av dansilagnum hjá nólsoyinginum, Martini Tórgarð, sum skipar Brúsajøkil. Anna er ein av teimum mongu í Havnini, sum dansaðu í Sjónleikarhúsinum í fimtiárunum, og har varð áhugin fyri dansi og kvøðing kveiktur. Hon var ein av teimum, sum stovnaðu Dansifelag Kaggans, og har dansar hon enn. Danski Fólkaflokkurin er nú størri enn Javnaðarflokkurin. Í Januar søgdu 21,6 prosent av donsku veljarunum seg velja Javnaðarflokkin, men í nýggjastu kanningini fær flokkurin iki meir enn 18.3 prosent. Fyri 10 árum síðani var vanliga hugsanin í Javnaðarflokkinum, at hann átti at fáa 30 prosent av atkvøðunum. Nú stríðist flokkurin fyri at fáa 20 prosent. Og Javnaðarflokkurin má taka til takkar við at vera triðstørsti flokkur í Danmark, tí Danski Fólkaflokkurin við sínum 19, 5 prosentum er næststørsti flokkurin í Danmark. Kanningin vísir, at veljararnir, sum venda Javnaðarflokkinum bakið, fyrst og fremst velja Danska Fólkaflokkin og síðani Eindarlistan. Landsstýrismaðurin í Fiskivinnumálum tekur ikki undir við uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum um at broyta lógina um vinnuligan fiskiskap, fyri at tryggja útlendingum á føroyskum skipum somu løn sum føroyingar. Hetta er at gera seg inn á samráðingarviðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum, sigur Jacob Vestergaard, sum heldur vil broyta útlendingalógina. Fiskimannafelagið setur stór spurnartekn við støðuna hjá útlendskum fiskimonnum á føroyskum skipum. Debes Christiansen, deildarleiðari á fiskasjúkulaboratorinum á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, greiddi frá um illgrunan til ILA virussið. Fiskurin er snøgt sagt blivin strongdur av ringa veðrinum, og strongdur fiskur gerst lættari sjúkur, sigur Debes Christiansen. Hann kann tó ikki prógva illgrunan hjá sær. Arbeiðið at byggja út leguhúsið Zarepta í Vatnsoyrum gongur framá. Ætlanin er, at gentugongin skal vera liðug til legurnar í summar, men ivasamt er, um tíðarætlanin heldur. Útlendskir tilflytarar, sum royna at fóta sær í føroyska samfelagnum, uppliva ofta føroyska málið sum eina forðing. Hetta hevur við sær, at tey sjáldan kunnu brúka sínar førleikar til fulnar á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Í hesi magasin sendingini verður tosað við tríggjar tilflytarar, sum allir máttu skifta yrkisleið, tá teir fluttu til Føroyar. Lag til rættis Ivan Hentze Niclasen. Jónhild Rasmussen er 43 ára gomul, hevur lisið marknaðarbúskap og kemur úr einum starvi sum marknaðarstjóri hjá Føroya Tele, har hon hevur arbeitt innan leiðslu, marknaðarførslu og vørumenning. Haraftrat hevur hon drúgvar royndir við at seta nýggjar vørur og tænastur í verk og at fylgja teimum til tær eru klárar at selja á marknaðinum. Dagurin í dag verður kallaður Hugsunardagur tí hesin dagur er føðingardagurin hjá Lord og Lady Baden Powell, ið stovnaðu skótarørsluna, og tí skipa skótar allastaðni kring heimin fyri tiltøkum og ymsar verkætlanir varpa ljós á skótar og skótaarbeiði. Í Havn og ymsastaðni í Føroyum hevur tað verið vanligt at skótarnir hava bjóðað til skótaguðstænastur, har tað síðsta brævið, Baden Powell skrivaði til heimsins skótar, verið lisið upp. Dagurin byrjar á Vaglinum í dag kl. 14.00. Síðani setur Heðin Mortensen borgarstjórin dagin. Síðani verður postarenning, legubál á KFUK trøðni og kl. 18.00 er kirkjugongd í Havnar Kirkju, har øll eru vælkomin Joan Petri Olsen eigur Petri Tannklinikk. Grundgevingin hjá fyriskiparunum fyri júst at lata Joan Petri Olsen Megnarprísin er, at hon hevur, umframt at seta á stovn egna fyritøku við 10 starvsfólkum, kunna víst á góð úrslit á hvørjum ári, samstundis sum hon hevur gjørt stórar íløgur. Haraafturat hevur hon syrgt fyri, at bæði hennara fyritøka og øll vinnugreinin er vorðin meira sjónlig og nærverandi í samfelagnum, siga fyriskipararnir. Hetta er aðru ferð, at megnarprísurin verður latin. Fyrstu ferð var í fjør, tá Jórun Mørkøre, sum eigur Bakaríið hjá Jórun í Klaksvík, fekk heiðurslønina. Síðani í 2008, hava gentur í túsundatali í Danmark, Føroyum og í Grønlandi latið seg koppseta, og tað hevur havt gangnliga ávirkan, sigur Susanne Krúger Kjær, professari, á Ríkissjúkrahúsinum, sum starvast hjá danska krabbameinsfelagnum. Longu eftir 5 6 árum síggja vit eina minking í kyknobroytingunum, sum kunnu føra til krabbamein í lívmóðirhálsinum, sigur hon. Kanningin fevnir um allar kvinnur og gentur, sum eru føddar frá 1989 til 1999, og sjónlig tekin eru um langt færri tilburðir av byrjandi krabbameini hjá teimum sum eru koppsettar, í mun til tær sum ikki eru koppsettar. Talan er um ein mun sum er millum 40 og 80 prosent, sigur hon. At heilivágurin virkar so væl sum hann ger, merkir, at kvinnur í framtíðini ikki nýtast at stúra fyri krabbameini í lívmóðirhálsinum. Talan er um so góð úrslit, at útlit eru fyri, at krabbi í lívmóðurhálsinum als ikki verður í framtíðini, sigur hon. Føroyski landsliðsleikarin hevur leingi leitað eftir nýggjum felagi. Ynski hjá honum var at koma uttanlands, men tað hevur eftir øllum at døma ikki eydnast. Tó er nógv ið bendir á, at Jóan Símun Edmundsson framvegis vil spæla fótbólt uttanlands, tí sáttmálin við AB er bara galdandi til summarhálvuna. Ein av orsøkunum til at eg eri komin heim aftur er, at eg ikki havi fingið so nógva spælitíð uttanlands. Nú vóni eg at sleppa at spæla nógvar dystir, og tað gleði eg meg til , sigur Jóan Símun Edmundsson við ab.fo Føroyski landsliðsleikarin hevur leingi leitað eftir nýggjum felagi. Ynski hjá honum var at koma uttanlands, men tað hevur eftir øllum at døma ikki eydnast. Tó er nógv ið bendir á, at Jóan Símun Edmundsson framvegis vil spæla fótbólt uttanlands, tí sáttmálin við AB er bara galdandi til summarhálvuna. Ein av orsøkunum til at eg eri komin heim aftur er, at eg ikki havi fingið so nógva spælitíð uttanlands. Nú vóni eg at sleppa at spæla nógvar dystir, og tað gleði eg meg til , sigur Jóan Símun Edmundsson við ab.fo Heilsumálaráðið fer nú at senda Almannamálaráðnum rokning fyri tey umleið 30 fólkini, sum liggja á sjúkrahúsunum, hóast tey eru liðugt viðgjørd. Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum sigur, at málið má loysast og at hetta er ein stór útreiðsla fyri heilsuverkið, sum almannaverkið og kommunurnar í veruleikanum sleppa undan. Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur nú fingið staðfest illgrunan, at ILA virussið, sum var funnið á Selatrað fyrr í mánaðinum, var av tí keðiliga slagnum, sum kann elva til sjúkuna. Eysturskúlin í Havn er framvegis størsti skúlin í landinum við 521 næmingum. Næststørsti er Tórshavnar kommunuskúli við 452 næmingum. Sjey skúlar hava færri enn 10 næmingar Fámjins skúli 1 næming, Haldórsvíkar skúli 5 næmingar, Haraldssunds skúli 1 næming, Húsar Syðradals skúli 3 næmingar, skúlin á Kirkju 2 næmingar, Kunoyar skúli 4 næmingar og Mykinesar skúli 1 næming. Tað sæst væl aftur í fólkaskúlanum, at tað eru fleiri mannfólk enn konufólk í Føroyum. Í 36 skúlum eru fleiri dreingir enn gentur, meðan tað í 12 skúlum, mest skúlum við lágum næmingatali, eru fleiri gentur enn dreingir. Stuðulin til Salt verkætlanina skal nýtast til at løna einum fólki at fyrireika og marknaðarføra Saltsiluna á Drelnesi, sum eftir ætlan skal vera liðug um eitt ár. Stuðulin til langhylin í Vági skal nýtast til eitt nú dampbað, hitarúm ella klatriborgir í hylinum, sum eftir ætlan letur upp á jóansøku í ár. Endamál felagsins er millum annað at menna og samskipa ferðavinnuna í Suðuroy, og at stuðla undir og menna ferðavinnufremjandi tiltøk í oynni. Stuðulin, sum ferðavinnufelagið umsitur, kemur fyrst og fremst frá kommunum í oynni, sum gjalda 37 krónur um árið fyri hvønn íbúgva í limagjaldi. Landið hevur seinastu tvey árini latið 240.000 krónur um árið til felagið. Nice gera tey klárt til eitt sera spennandi lutakast kl 11 føroyska tíð. Tá verður trekt um hvør kemur at spæla ímóti hvørjum til EM undankappingina 2016. Londini eru styrkismett í 6 bólkar, og eru Føroyar styrkismettar til vánaligasta bólkin, sum er bólkur 6. Lutakastið fer soleiðis fram, at londini verða trekt úr sínum styrkisbólki og verða so 9 bólkar eftir hetta. Hvør bólkur er mannaður av 6 londum uttan I bólkurin har einans 5 lond eru. Nógv hevur verið tosað um at Føroyar enn ikki hava møtt Onglandi, sum eru í bólki 1. Men kl 11 ber til at fylgja við um Føroyar fara at møta Onglandi ella ikki. Fylg við á hesari leinkjuni. Pulsurin fer í dag at varpa ljós á EM undankappingina 2016 og gestir koma í útvarpstovuna at práta um ymisku bólkarnar. Sendingin Pulsurin er millum kl 16 18 í dag. Vit hoyra 7. part av bókini Bjørnin Alfred og hundurin Sámuel fara úr pappeskjuni. Bjørnin Alfred og hundurin Sámuel vakna ein morgun á loftinum og eru burturgloymdir í einari pappeskju. Har liggja teir saman við øðrum kloddutum toydýrum. Spakuliga fara teir at minnast eitt sindur av tí, sum hendi Fyrr í Tíðini, tá ið Óla Martin tók teir við sær í song, og ein, sum æt Gerhardsen, var fittur við øll smádýr. Nú vilja teir út í verðina at leita eftir Óla Martini og kanska Gerhardsen Á ferðini verða teir vísir í einum Aftur í pappeskjuna skulu teir ikki Ragnar Hovland skrivaði og Peter Sch ssow gjørdi myndirnar. Randi Kúrberg týddi til føroyskt og Bókadeild Føroya Lærarfelags gav út í 2010 Agenda 21 skrivstovan, sum skal menna vitan um náttúru og umhvørvi kring landið, fær tað mesta, nevniliga 490.000 krónur. Hin framhaldsverkætlanin, sum fær 210.00 krónur, snýr seg um arbeiði at verja fuglabúøki í Nólsoy, Skúgvi og Mykinesi. Abraham Mikladal hevur so fingið játtað 90.000 krónur til verkætlan at ringmerkja og granska ravn í Føroyum. Tí er tað upplagt, at ferðavinnufelagið stuðlar við 220.000 krónum til at fyrireika konserthúsið, sum eftir ætlan letur upp næsta ár. Vestmenningar hava í mong ár skotið harur norðuri í Dølum. Jógvan Durhuus hevur verið við í samfull 50 ár. Í sekstiárunum var hann uppi í sjónleiki í Vestmanna, og hann og konan Hervør vóru í mong ár fastir fúsir á dansiferðum, eitt nú í Runsivali í Fraklandi. Jógvan Durhuus varð fyrstu ferð uppstillaður til løgtingið í 1966. Í 1970 fekk hann fleiri atkvøður enn Sigurð Joensen og kom inn. Hann sat á tingi øll sjeytiárini, sum vóru merkt av EEC málinum, fiskimarksmálinum og øðrum stórmálum. Eingin veit, hvussu nógvur ravnur eigur í Føroyum. Tað er einorsøk til, at Abraham Mikladal er farin at granska henda fuglin, sum vit ikki gáa stórvegis eftir annars ið hvussu er ikki fyri tað góða. 7. septembur 2014 klokkan 19.45 Føroyar Finnland 11. oktobur 2014 klokkan 19.45 Norðurírland Føroyar 14. oktobur 2014 klokkan 19.45 Føroyar Ungarn 14. novembur 2014 klokkan 19.45 Grikkaland Føroyar 29. mars 2015 klokkan 17.00 Rumenia Føroyar 13. juni 2015 klokkan 19.45 Føroyar Grikkaland 4. septembur 2015 klokkan 19.45 Føroyar Norðurírland 7. septembur 2015 klokkan 19.45 Finnland Føroyar 8. oktobur 2015 klokkan 19.45 Ungarn Føroyar 11. oktobur 2015 klokkan 17.00 Føroyar Rumenia Meira um lutakastið er í Pulsinum millum klokkan 16.00 og 18.00. Tað heldur Súsanna Sørensen, marknaðarfólk í føroyska ferðaráðnum, Visit Faroe Islands, eftir at Føroyar í dag endaðu í bólki F saman við Grikkalandi, Ungarn, Rumenia, Finnlandi og Norðurírlandi. Sumbiar kommuna heldur ikki, at tað er rætt, at Suðuroyar Ferðavinnufelag skal løna einum fólki at samskipa SALT eitt ár, áðrenn mentanarhúsið letur upp. Borgarstjórin vísir á, at hóast umboðið hjá kommununi í Suðuroyar Ferðavinnufelagnum ikki tók undir við uppskotinuum um at stuðla SALT verkætlanini við 220.000 krónur, so merkir tað ikki, at kommunan er ímóti SALT verkætlanini. Sumbiar Kommuna hevur stuðlað verkætlanini, men Sumbiar Kommuna metir ikki, at tað er endamálið hjá Suðuroyar Ferðavinnufelag at løna einum fólki at samskipa og fyrireika SALT. Suðuroyar Ferðavinnuráð HEVUR ein samskipara, ið er løntur av Suðuroyar Ferðafelagi, skrivar Eyðbjørn Thomsen, sum vísir á, at setti samskiparin longu hevur til endamáls at fyrireika og samskipa ferðavinnutiltøk í Suðuroy. Í tíðindunum á døgurða vísti formaðurin í Ferðavinnufelagnum, Arni Nielsen, ikki beinleiðis aftur, at semja varð funnin í nevndini um at játta SALT stuðulin, við at langhylurin í Vági eisini fekk 150.000 krónur í stuðli. Á fundi fyri jól, var ikki semja í nevndini um fíggjarligan stuðul til SALT, og á fundi í nevndini 27. januar var heldur ikki semja í nevndini fyri at stuðla umsóknini frá Salt. Tað vóru fleiri umboð, ið vóru ímóti at løna einum samskipara til SALT. Men eftir eitt sindur av togan aftur og fram, og at Multihøllin bleiv tengd at umsóknini hjá SALT, fekk pípan eitt annað ljóð, so heilt tilvildarligt var tað neyvan, at stuðulin varð játtaður til síðst, skrivar Eyðbjørn Thomsen, sum sjálvur var umboð hjá Sumbiar Kommunu á triðja fundinum 2. februar. K hevur í nógv ár skipað fyri einari Klaksvíkskapping áðrenn landskappingin fer í gongd. Hon er soleiðis skipað, at K sum eru vertir altíð luttekur. Síðani verða tey trý liðini sum endaðu ovast árið fyri boðin við. Í dag skuldu so B36 og F spæla bronsudystin og vann B36 dystin 3 1. HB og K spældu síðani finaluna kl 15.30 í dag og HB vann dystin 1 0. Sigursmálið skoraði Pól Ingason. Fyrr í dag tosaðu vit við Virgar Hvidbro aðalskrivara hjá FSF. Hann var alt í alt nøgdur við bólk F, sum Føroyar eru í. Hann legði afturat at vit skulu koma burtur frá tí, at føroyingar fara til landsdyst fyri at síggja stjørnurnar hjá mótstøðuliðnum spæla. Hann vísti á eitt dømi í Íslandi, har íslendingar nú fara til dyst fyri at síggja sítt land spæla. Virgar Hvidbro sigur at vit ikki kunnu beinleiðis samanbera okkum við Ísland, men skulu royna at koma hartil sum Ísland er komið. Virgar Hvidbro segði at enda, at hann vónar at Føroyar fær eitt gott úrslit beinanvegin. Tá úrslitið kemur verður áhugin kveiktur millum føroyingar at síggja Føroyar spæla. FSF fer nú at fyrireika seg til dystirnar, sum liggja fyri framman. Skráin til bólkaspælið er klár og fyrsti dystur er á heimavølli ímóti Fraklandi tann 7 septembur kl 19.45. Í dag eru vit boðin inná Toftir. Her hava tey spennandi evnisarbeiði um rúmdina. Hetta er 1. sending av trimum. Í dag eru vit í 1. og 2. flokki. tey greiða frá og syngja Norski fiskimálaráðharrin, Elisabeth Aspaker, sigur við Fiskaren, at samráðingar um makrel vera 3.og 4.mars, mánadagin og týsdagin í næstu viku. Strandarlondini eru heldur ikki samd um norðhavssildina og svartkjaftin, tað er hvussu tær kvoturnar skulu býtast millum londini, men ógreitt er í løtuni, nær tær samráðingarnar verða tiknar uppaftur. Tað kemur eisini illa við hjá norsku fiskivinnuni, at Norra og ES ikki enn hava gjørt avtalu um sínámillum fiskirættindi í 2014. Norski fiskimálaráðharrin vil tó fyrst hava samráðingar um makrelin, áðrenn samráðingar vera aftur við ES. Elisabeth Aspaker sigur eisini við Fiskaren, at hon er sinnað at kanna, hvussu norska stjórnin kann hjálpa skipunum, sum ikki sleppa í ES sjógv at fiska. Tey trý feløgini vilja hava landsstýrið og løgtingið at tryggja, at øll manning á føroyskum fiskiskipum verður lønt eftir sáttmálum millum reiðararnar og føroysku manningarfeløgini. Besta leiðin at røkka tí málinum alt fyri eitt er at fáa sett sum treyt, at bara fiskifør, har sum manningin fær hýru sambært sáttmála hjá manningarfeløgunum, fáa fiskiloyvi. Harfturat vilja manningarfeløgini sum skjótast hava sett í fiskivinnulóggávuna, at øll skip, sum brúka føroysk fiskirættindi, kunnu bara mannast við fólki, sum verða sett og lønt eftir føroyskum manningarsáttmálum. Løgtingið fer at viðgera spurningin, tá triðja várið á rað roynir Javnaðarflokkurin at fáa løgtingið at broyta lógina um vinnuligan fiskiskap, so lógin krevur, at manningar á fiskiskipum undir føroyskum flaggi verða løntar eftir teimum sáttmálum, sum eru galdandi á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Sáttmáli við manningarfeløgini skal vera ein treyt fyri at fáa fiskiloyvi. Javnaðarflokkurin hevði sama uppskot á vári 2012 og á vári 2013. Uppskotini fullu báðar ferðir. Samgongan segðí, at tað er óheppið, at løgtingið ásetir lønir við lóg. Nýggjastu tølini eru frá 2012. Tey hevur Hagstovan kunngjørt. Sambært tølunum keyptu føroyingar tænastur uttanlands fyri 2,2 milliardir krónur í 2012. Sama árið seldu føroyingar øðrum londum tænastur fyri 1,1 milliard. Tænastur eru millum annað ferðafólka og farmaflutningur og kunningartøkni. Keyp av tænastum uttanlands svaraði í 2012 til 22 av útreiðslunum á gjaldsjavnanum. Sølan svaraði til 12 av inntøkunum á gjaldsjavnanum. Fyrrapartin í dag er landsstýriskvinnan í almannamálum biðin um at koma á fund við Trivnaðarnevndina hjá løgtinginum. Annika Olsen er biðin um at svara 11 spurningum frá nevndini um eldraøkið. Nevndin vil millum annað hava at vita, um kommunurnar eisini taka við fólki við menningartarni ella sálarsjúku tann 1.januar næsta ár Trivnaðarnevndin hjá løgtinginum heldur nógv vera ósvarað, nú løgtingið skal samtykkja ætlanina hjá landsstýrinum at lata kommununum eldraøkið um góðar tíggju mánaðir. Millum annað, um endurmenningini eisini verður kommunal. Ella um kommunurnar skulu gjalda, tá ung fólk við heilaskaða skulu til Danmarkar at endurmennast, rehabiliterast Landsstýriskvinnan er eisini spurd, hvussu hon fer at tryggja, at kommunurnar, sum hava bygt røktarheim og sambýli fyri nógvar pengar, fáa endurgald fyri tær íløgurnar. Ein annar, yvirskipaður, spurningur hjá Trivnaðarnevndini er rætt og slætt, hvussu vald og gjald á eldraøkinum verða tryggjað eftir 1.januar 2015. Lógaruppskotini um tænasturnar, sum skulu bjóðast teimum eldru, og um at flyta eldraøkið frá landinum til kommunurnar, eru framvegis í Trivnaðarnevndini hjá løgtinginum. Og har vera tey eina løtu afturat. Fyrsta viðgerð var í løgtinginum 7.januar. Síðani hava uppskotini verið í Trivnaðarnevndini. Tíðin er farin at ganga undan hjá Trivnaðarnevndini, tí fyri 1.mai skulu kommunurnar boða landsstýrinum frá, hvussu tær skipa seg í kommunal samstarv um eldraøki. Trivnaðarnevndin fekk í síðstu viku eitt uppskot afturat um eldraøkið. Tað er um starvsfólkini hjá Almannaverkinum, sum frá 1.januar næsta ár skulu arbeiða hjá kommununum og ikki hjá landinum. Hetta uppskotið er tó ikki á skránni fyri fundin hjá nevndini í dag. Uppskotið um, hvussu nógvar pengar, kommunurnar fáa frá landinum fyri at yvirtaka eldraøkið, er ikki komið í løgtingið enn. Spurningurin til Brúkaraumboðið í morgun var soljóðandi Eftir ráðum frá mínum tannlækna, gangi eg 6. hvønn mánaða til fyribyrgjandi eftirlit, har mínar tenn verða kannaðar og reinsaðar. Ferð eftir ferð vísir tað seg, at tannlæknin finnur okkurt, sum líka má ordnast, og tá eg ikki havi førleika til at meta um, um tað er rætt ella skeivt, sum tannlæknin sigur, endar tað við, at eg standi eftir við einum pínufullum doyvdum munni, og eini stórari rokning. Hóast eg onki óvanligt merkti í munninum, áðrenn eg møtti upp til eftirlitið. Tískil til mínar spurningar Hvørja trygd havi eg sum brúkari, at tað sum tannlæknin sigur við meg veruliga passar Er garanti við arbeiðinum, sum tannlæknanir gera Tá tannlæknavinnan virkar eftir somu handilsligum fortreytum sum aðrar vinnur, er tað so ikki ein tvístøða fyri tænnlæknavinnuna, at gera eitt fyribyrgjandi arbeiði, sum í seinna enda gevur teimum færri inntøkur Fólk ið ikki brúka bil dagliga, men ofta ganga, súkkla ella brúka buss, kunnu nú fáa fatur á einum bili uttan at noyðast at eiga hann. Ein nýggj skipan við býtisbili er nú sett á stovn, sum eitur Letsgo Tórshavn. Í útvarpstovuni í morgun var Drós í Ólavsstovu, sum er ein av stiigtakarunum Altingið skal nú viðgera eina áheitan á ríkisstjórnina um at taka aftur íslendsku umsóknina um samráðingar um limaskap í ES. Uppskotið til samtyktar kom í altingið fríggjadagin. Altingið er eisini biðið um at heita á stjórnina um ikki at søkja um limaskap í ES, uttan at umsóknin fyrst hevur verið til fólkaatkvøðu. Undanfarna stjórn í Íslandi søkti ES um samráðingar um limaskap. Samráðingarnar byrjaðu, men tær vóru ikki lidnar, tá valskeiðið var úti. Vit vóru í Sirkus og prátaðu við Rakul Dalgaard um børn og seksualitet. Eisini vóru Jóhanna Niclasen, Bára Kjærbæk og Rúni Haraldson í studio 3 og prátaðu um Porno, sex og kropsmyndir. Eitt mál um hópdráp av sivilum fólki byrjar nú, og Janukovitsj, og onnur fólk, ið kunnu dragast til svars, eru eftirlýst av løgregluni, sigur virkandi innanríkisráðharrin í Ukraina. Sambært innanríkisráðnum í Ukraina var forsetin, Viktor Janukovitsj, sunnudagin seinnapartin staddur onkrastaðni í Krim, eftir at hann í farnu viku flýddi úr Kiev, har ófriður hevur valdað. Arsen Arakov, virkandi innanríkisráðharri, skrivaði á Facebook sunnudagin, at Viktor Janukovitsj sunnukvøldið varð sæddur í bili í Krim saman við trygdarvørðum. Eftir ógvusligan ófrið í fleiri dagar, har fleiri enn 80 fólk eru deyð á gøtunum í Kiev, flýddi forsetin, Viktor Janukovitsj, í eini tyrlu fríggjadagin, skriva útlendskir netmiðlar, teirra millum tíðindastovan Interfax. Síðan er leiðin løgd frá Kiev til Kharkiv, eystarlaga í landinum, og víðari til Donetsk, har marknaløgreglan fekk hildið flogfarinum hjá Janukovitsj aftur. Síðani fór Janukovitsj til Krim hálvoynna. Í einum privatum húsum í Balaclava landspartinum á Krim savnaði hann trygdarvørðar sínar og gav teimum valið millum at fylgja við honum ella geva seg yvir, sigur virkandi innanríkisráðharrin, Arsen Avakov. Í fólkaskúlalógini stendur ferðsla sum eitt undirvísingarevni. Tað stendur beinleiðis nevnt í viðtøkunum at Ráðið fyri ferðslutrygd, skal útvega tíðarhóskandi og viðkomandi tilfar til undirvísing í fólkaskúlanum. Birna Abrahamsen fráa Ráðnum fyri ferðslutrygd, var gestur í sendingini, Góðan Morgun Føroyar, og greiddi frá. Prayuth Chan ocna, herovasti í Tailandi, sigur, at nógv fleiri bólkar eru blandaðir í ófriðin í landinum nú enn í 2010. Tí er trupult at vita, á hvørjari síðu ymsu bólkarnir eru. Tailendski herurin bardi mótmælini í 2010 niður, og herurin hevur eisini framt fleir statskvett, síðani landið fekk kongsdømi í 1932. Herurin koyrdi Thaksin Shinawatra, bróðir núverandi forsætisráðharran, Yingluck Shinawatra, frá í 2006, men hevur hildið seg uttan fyri ófriðin hesaferð. Tað er frágreiðingin, sum landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, hevur givið løgtinginum, nú Kristina Háfoss, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, hevur spurt, hví landsstýrismaðurin ikki bað um nakra eykajáttan til Strandfersluna í 2013. Vinnumálaráðið hevur havt nógv og drúgt samskifti við SSl í 2013 fyri at finna fram til, hvør rætta upphæddin var at biðja um umbøn til eykajáttan og grundgevingar fyri hvar, og hví frávik eru. SSL megnaði tó ikki at nágreina, hvussu stórt hallið fór at vera, og hvar hallið stavaði frá . Tað var stutt fyri jól í fjør, at tað bleiv alment, at Strandferslan fór at hava góðar fýra milliónur krónur í halli í 2013. Landsstýrismaðurin í vinnumálum bað tó ikki um nakra eykajáttan, men støðan á Strandferðsluni gjørdist almenn, tá fíggjarleiðarin á stovninum skrivaði beinleiðis til fíggjarnevndarlimirnar í Løgtinginum. Kristina Háfoss spurdi Johan Dahl, hví hann ikki bað um eykajáttan til Strandfersluna, og nær Vinnumálaráðið visti, at játtanin fyri 2013 ikki fór at halda Johan Dahl svarar, at Vinnumálaráðið og Strandferslan hava samskift gjøgnum alt 2013 um at finna sparingar, soleiðis at játtanin fór at halda. Tá arbeitt varð við eykajáttanunum í apríl, kom Strandferslan sjálv til niðurstøðuna, at skilabest var at bíða við at biðja um eykajáttan, tí stovnurin kennir ikki avleiðingarnar av hvíldarreglunum, og at oljuprísurin er fallandi. Tá eykajáttanir aftur vóru fyri í august, boðaði leiðslan á Strandfersluni frá, at tað var ikki komið á mál at seta sparingar í verk fyri at fáa játtanina at halda. Vinnumálaráðið royndi at finna fram til, hvaðani hallið stavaði. Men Vinnumálaráiðið mátti staðfesta, at Strandferslan megnaði ikki at koma við hesi nágreining av, hvar og hví tað var hall. Eg havi sosattt ikki havt neyðugu tølini og grundgevingarnar fyri at biðja um eykajáttan , skrivar Johan Dahl í svarinum til Kristinu Háfoss. Netávísin, Al Ahram, skrivar, at avgerðin varð tikin á einum 15 minuttir longum fundi. Herovastin í Egyptalandi, Abdel Fattah al Sisi, sum flestu halda verður næsti forseti landsins, var innanríkisráðharri í stjórnini. Hetta er eitt neyðugt tiltak, áðrenn Sisi kann boða frá endaliga, at hann bjóðar seg fram sum forsetavalevni, sigur ein kelda við Reuters. Vælferðarsamfelagið fer fyri skeytið, um øll ikki fáa tað sama frá landinum. Tí so missa tey, sum lata mest, hugin at vera við, og fara at gera sínar egnu, privatu skipanir. Borgaraligu flokkarnir vilja taka frá teimum ríku. Eitt uppskot um at taka grundupphæddina í fólkapensjónini frá teimum, sum eru so væl fyri, at tey hava ikki brúk fyri henni, er til viðgerðar í samgonguni. Kortanei, sigur Rigmor Dam, løgtingskvinna hjá Javnaðarflokkinum. Tey vælbjargaðu hava sama rætt til grundupphæddina sum øll onnur. Tí tey eru við til at fíggja vælferðarsamfelagið, sigur hon. Tað eru nøkur reiðarí, sum ikki vilja halda galdandi sáttmálar, og tí er tað best, at løgtingið áleggur øllum reiðaríum at halda sáttmálarnar. Manningarfeløgini, Maskinmeistarafelagið, Skipara og Navigatørfelagið og Fiskimannafelagið, hava sent løgtinginum skriv, har tey heita á landsstýrið og løgtingið um at tryggja, at øll manning á føroyskum fiskiskipum verður lønt eftir sáttmálum millum reiðararnar og føroysku manningarfeløgini. Besta leiðin at røkka tí málinum alt fyri eitt er at fáa sett sum treyt, at bara fiskifør, har manningin fær hýru sambært sáttmála hjá manningarfeløgunum, fáa fiskiloyvi, siga feløgini. Meðan strandarlondini framvegis stríðast við at fáa semju um makrelin, hevur Grønland, sum ikki er við í samráðingunum, longu ásett sær kvotu fyri 2014. Sambært heimasíðuni hjá grønlendska landsstýrinum hevur landsstýrið fingið so nógvar umsóknir um at sleppa fiska makrel, at tað er sannført um, at kvotan má vera 100.000 tons. Talan er um royndarveiðu. Landsstýrið hevur fingið umsóknir um at fiska 288.000 tons av makreli í ár. Grønland er ikki viðurkent at vera strandarland, tá ræður um makrel, og er tí ikki við, tá Føroyar, ES, Noreg og Ísland samráðast um makrelin. Men Finn Karlsen, landsstýrismaður, sigur, at stór makrelveiða í grønlendskum sjógvi fer at styrkja støðu Grønlands í framtíðar samráðingum um, hvussu makrelkvotan skal býtast millum londini. Í fjør var grønlendska makrelkvotan 60.000 tons. Fiskað vórðu knappliga 54.000 tons. Tað kann hvørki verða í áhugamálum hjá Ukraina, Russlandi, Evropa ella USA, at landið syndrast, sigur tjóðskaparligi trygdarráðgevin hjá USA, Susan Rice. Amerikanski uttanríkisráðharrin, John Kerry, ávaraði eisini sunnudagin russiska starvsfelagan, Sergej Lavrov, ímóti at blanda seg í viðurskiftini hjá grannunum. USA tekur sum givið, at ukrainska fullveldið verður virt, og at fólkið fær loyvið at nýta sín demokratiska rætt at velja, hvørja kós Ukraina velur, sigur ein framsøgumaður hjá amerikonsku stjórnini. John Kerry hevur eisini gjørt greitt, at USA stuðlar avgerðina hjá tjóðartinginum at koyra Viktor Janukovitsj, forseta, frá, og at velja eina fyribils stjórn. Russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, er hinvegin ógvuliga ónøgdur við nýggju støðuna í Ukraina. Hann skuldsetur tjóðartingið fyri at hava brotið avtaluna við Janukovitj, forseta, fríggjadagin. Landsstýrið bakkar nú fyri altjóða fakfelag til tess at fáa føroyska flaggið strikað sum hentleikaflagg. 22 ára gamla forboðið fyri, at føroysku manningarfeløgini kunnu umboða útlendingar, sum manna skipini í FAS, føroysku altjóða skipaskránni, skal strikast. ITF, Altjóða felagsskapurin hjá flutningsarbeiðarum, sigur, at føroyska flaggið er eitt hentleikaflagg hjá reiðaríum eins og flaggið hjá eitt nú Liberia. ITF heldur, at lógin um FAS forðar fyri, at føroysku manningarfeløgini kunnu verja rættindini hjá útlendskum sjófólkum í FAS. Hvørki Vinnumálaráðið ella Sjóvinnustýrið eru samd við ITF. Men nú vil Vinnumálaráðið kortini hava lógina um FAS broytta, so ITF strikar Føroyar á listanum við hentleikafløggum. Tá lógin um FAS kom í 1992, stóð í lógini, at manningarfeløgini í Føroyum kundu bara gera sáttmálar um sjófólk, sum búgva í Føroyum. Vinnumálaráðið viðgongur bart út í viðmerkingunum til lógarbroytingina, sum nú er í løgtinginum, at hetta var fyri at tryggja reiðaríunum í FAS møguleikan at brúka minni lønarkrevjandi útlendska arbeiðsmegi á skipunum. Óttin var tá, at føroysku manningarfeløgini fóru at trýsta seg til sonevndar eksklusivsáttmálar , so bara føroyingar sluppu at manna skipini í FAS. Og tað hevði kostað reiðaríunum ov nógv. Skal ITF taka føroyska flaggið av aftur hentleikalistanum, krevur altjóða felagsskapurin eisini, at føroysk fakfeløg sleppa at vera við, tá reiðarí í FAS gera sáttmálar við útlendsk fakfeløg. Vinnumálaráðið sigur, at ITF ákærir galdandi lóg um FAS fyri at forða fyri skipaðum viðurskiftum á føroyskum skipum, so tey ikki kunnu samanberast við til dømis norsk og svensk skip. Og hetta dámar nógvum reiðaríum í FAS rættiliga illa. Tey hava til dømis trupulleikar mótvegis oljufeløgum, sum tey hava sáttmálar við, sigur Vinnumálaráðið. Løgtingið fer í morgin at viðgera eitt uppskot frá løgtingsgrannskoðarunum, sum heita á landsstýrið um at koma við neyðugum lógaruppskotum, sum tryggja greiða leiðslu, ábyrgd og útinning, tá almennar byggiætlanir verða framdar. Sambært einari frágreiðing hjá Landsgrannskoðanini í fjør hevur lítið skil verið á nógvum almennum byggingum. Tær kosta nógv meira enn mett og ætlað, og tíðarætlanir halda líka lítið sum kostnaðarætlanirnar. Løgtingsgrannskoðararnir, sum bóðu Landsgrannskoðanina kanna almenna bygging, tóku so samanum, og góvu løgtinginum eina frágreiðing í fjør summar. Almennar byggiætlanir seinnu árini eru lopnar fullkomiliga av lunnum, siga løgtingsgrannskoðararnir. Meira enn 100 milliónir krónur eru brúktar meira enn tað, sum løgtingið upprunaliga játtaði. Verklagslógir eru antin ikki gjørdar ella ikki fylgdar, soleiðis sum reglurnar áseta. Løgtingið hevur fingið skeivar, vantandi ella villleiðandi upplýsingar frá landsstýrinum. Hesi viðurskifti og onnur, sum frágreiðingin lýsir, eru so álvarslig, halda løgtingsgrannskoðararnir, at alt málið og frágreiðingin eiga at verða løgd til tingsins viðgerð sum sjálvstøðugt tingmál. Og tað er hetta tingmálið, sum kemur til viðgerðar í tinginum í morgin. Hetta er ikki minst átrokandi, nú samtykt er at fara undir munandi størri almennar byggingar enn tær, sum eru viðgjørdar og lýstar í kanningini og frágreiðingini hjá Landsgrannskoðaranum, leggja løgtingsgrannskoðararnir afturat. Millum teirra, sum búgva á Langasandi, eru hjúnini Bjørgheðin Jacobsen, ið greiðir frá bygdini, og Nicolina Jacobsen, ið hevur ríkað føroyskt tónleikalív í mong harrans ár. Vit hitta eisini 15 ára gomlu Ronju Tóru Káradóttir, sum vitjar langommuna Honnu Hansen, ið ikki fær tíðina at røkka, tí so nógv er á skránni hvønn dag. Tey allar flestu í bygdini eru eftirkomarar hjá Honnu. Íslendingurin Kári Matthiasson hevur búð á Langasandi í 17 ár. Her trívist hann avbera væl, hóast útróðrartúrarnir hava verið óvanliga fáir í vetur. Og fyri konuna, Maibritt Hansen, er heimbygdin Langasandur einki minni enn heimsins nalvi. Fiskimannafelagið hevur enn eina ferð meldað reiðaríið hjá garnaskipinum Anitu fyri at brúka útlendska arbeiðsmegi uttan arbeiðsloyvi til at landa í Føroyum. Anita landaði í Norðhavnini í gjár. Reiðarin, Søren Christiansen, sigur, at tað er ikki neyðugt at hava arbeiðsloyvi fyri at arbeiða umborð á einum skipi, sum liggur við bryggju. Í dag verður sjóforhoyr um vanlukkuna, tá ein 34 ára gamal indonesari sló út av Anitu. 33 mans, teir flestu úr Indonesia, eru við Anitu. Fólk í Hesti heita staðiliga á Tórshavnar býráð um at virka fyri, at Sandoyartunnilin verður boraður soleiðis, at hann kemur upp í Hesti. Ger hann ikki tað, hevur oyggin onga framtíð, eru fólk í Hesti sannførd um. Hestnevndin, sum ráðgevur býráðnum, sigur, at við árunum fer tað at loysa seg, tí tað slepst undan at hava skip siglandi um fjørðin við fólki og farmi. Borgarstjórin tekur undir við nevndini og vísir á, at býráðið hevur líka síðani tað kom upp á tala at gera Sandoyartunnilin, víst á, at tað einasta rætta at gera er, at Hestur eisini fær tunnilssamband. Tað kostar heilsuverkinum umleið 15 milliónir krónur at hava liðugt viðgjørdar sjúklingar liggjandi á sjúkrahúsunum. Sjúklingarnir hava ongastaðni at fara, tí røktarheimspláss vanta. Jóna Sigmundardóttir, deildarleiðari á B7 á Landssjúkrahúsinum, kennir trupulleikan, og hon heldur, at tað er ein óvirðilig støða, ið ávirkar sjúklingin bæði kropsliga og sálarliga. Harafturat elvir henda støðan til plásstrot á deildunum. Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, sigur, at greiði má fáast á málinum, áðrenn eldraøkið verður lagt til kommunurnar. Niels Uni sigur sína hugsan um stovukonsertina við Guðrun Sólju í heiminum hjá Elini Brimheim Heinesen mikukvøldið, útgávukonsertina hjá Dánjal í Mentannarhúsinum í Fuglafirði leygarkvøldið, umframt konsertina við Eivør og Aldubárini í Norðurlandahúsinum sunnudagin. Eisini spyrja vit lurtaran, hvør átti bestu konsertina í 2013, og hvør eigur at vinna heiðurin at verða kosin besti livebólkur í 2013 á Faroese Music Awards í Norðurlandahúsinum tann 15. mars. Í dag eru vit boðin inná Toftir. Her hava tey spennandi evnisarbeiði um rúmdina. Hetta er 2. sending av trimum. Í dag eru vit í 3. og 4. flokki. Bakkafrost hevði meira enn hálva milliard í vinningi eftir skatt í fjør. Nettovinningurin í 2012 var 281 milliónir, góðar 300 milliónir minni enn í fjør. 727 milliónir krónur fyri skatt og 589 milliónir krónur eftir skatt varð úrslitið hjá samtakinum í 2013. Góði laksaprísurin gav alideildini gott úrslit. Eftirspurningurin eftir laksi vaks skjótari enn útboðið, og hetta sæst aftur í laksaprísinum. Men Bakkafrost missir framvegis pengar av sølusáttmálum fyri lidnar vørur. Orsøkin er, at prísurin fyri laksin, sum verður brúktur til lidnu vørurnar, er høgur. Samstundis eru avtalaðu prísirnir í sølusáttmálunum um lidnu vørurnar lægri enn prísurin á rávøruni, sum verður brúkt til framleiðsluna. Við ársenda 2013 var nettoskuldin hjá Bakkafrost samtakinum 678 milliónir krónur. Hon var 807 milliónir eitt ár frammanundan. Samstundis hevði samtakið ótroyttar kredittir á 684 milliónir krónur tann 31.desember í 2013. Solvensurin hjá Bakkafrosti var 53 við árslok 2013. Av tí at úrslitið var so gott í fjør, skjýtur nevndin upp, at hvørt partabrævið fær 4,50 krónur í vinningsbýti.48 milliónir og 858.065 partabrøv eru í Bakkafrosti. Eftirspurningurin eftir laksi er framvegis stórur í 2014, men útboðið veksur ikki líka skjótt sum eftirspurningurin.Tí eru útlitini hjá Bakkafrosti góð í ár. Tey, sum kenna marknaðin, meta, at útboðið økist fýra til seks prosent í ár og bara eitt prosent næsta ár.Kanningar vísa, at veksur útboðið seks til átta prosent, verður prísurin óbroyttur. Veksur útboðið minni enn tað, hækkar laksaprísurin. Sambært metingunum veksur útboðið minni enn seks til átta prosent í ár og næsta ár, og tí væntar Bakkafrost betri laksaprís.Miðal laksaprísurin í 2013 var 39,07 norskrar krónur, 35 føroyskar, fyri kilo. Bakkafrost hevur longu gjørt søluavtalur um 70 prosent av lidnu vørunum, sum ætlanin er at gera í ár. Prisurin fyri lidnu vørurnar er betri í ár enn í fjør, upplýsir Bakkafrost. Vandi er fyri, at Golfstreymurin viknar 15 til 10 prosent. Men fiskurin hvørvur ikki fyri tað, um sjógvurin á okkara leiðum kólnar. Granskarar á Bjerkness stovninum í Bergen kunngjørdu í síðstu viku úrslit, sum hava vakt ans, í vísindatíðarritinum Science. Granskingin hjá teimum bendir á, at Golfstreymurin kann broytast munandi næstu hundrað árini, tí djúphavsstreymurin er so óstøðugur. Viknar Golfstreymurin verður Atlantshavið kaldari, sigur Eirik Galaasen, leiðari hjá granskarunum, sum hava kannað Golfstreymin, við Fiskaren. Men hetta fer ikki at ávirka fiskastovnarnar, sigur Svein Sundby, veðurlagsgranskari á norska havgranskingarstovninum. Hóast broytingarnar í Golfstreyminum kunnu gerast ógvisligar, henda tær ikki yvir tíggju ár, men hundrað ár, so vistskipanin í sjónum klárar at laga seg eftir broytingunum. Fær fiskurin 30 ár at laga seg eftir broytingunum, er eingin vandi á ferð. Men henda broytingarnar í Golfstreyminum yvir tíggju ár, so kann øll vistskipanin koma í vanda, sigur Svein Sundby við Fiskaren. Skotland er tað landið í ES, sum hevur størstu makrelveiðuna, og serliga har hevur illstøðan verið stór móti Føroyum og Íslandi, sum krevja nógv meira makrel enn skotskir fiskimenn, politikarar og vinnulívsmenn halda uppá, at Føroyar og Ísland hava rætt til. Eingin ætlan er at einskilja Kringvarpið, og tíðindini í Sosialinum eru nýggj fyri mær, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum. Sosialurin veit at siga, at landsstýrið arbeiðir við eini ætlan um at einskilja helvtina av Kringvarpinum, men hesum vísir Bjørn Kalsø aftur. Hann sigur, at arbeitt verður við einum uppskoti um at taka meirvirðisgjaldið á kringvarpsgjaldinum av, og at Kringvarpið ikki skal senda handilslýsingar. Eisini verður arbeitt við ætlan um, at privat skulu sleppa at gera sjónvarpssendingar fyri kringvarpið, sum lúka treytirnar í kringvarpslógini. Tað eru ikki allir OL býir, ið fáa ágóðan av íløgunum, eftir at Olympisku leikirnir eru av. Í Sarajevo í Bosnia hava tíðarinnar tonn og borgarakríggið sett síni spor á á ítróttarøkið, ið varð bygt til OL í 1984 Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, vil hava løgtingið at geva landsstýrinum møguleika at bjóða privatum fleiri leiðir hjá Strandfaraskipum landins. Eitt lógaruppskot skal taka burtur forðingarnar fyri, at leiðirnar hjá Strandferðsluni kunnu bjóðast fólki, virkjum og feløgum at røkja. Johan Dahl sigur í viðmerkingunum til lógaruppskotið, at endamálið við tí er at taka burtur forðingar fyri, at farleiðir kunnu bjóðast út soleiðis, at persónar, virki og feløg kunnu fáa atgongd til at meta um at røkja farleið, sum kann bera seg. Tað má vera ein misskiljing, tá skrivað verður, at bara farleiðir, har tann privati metir, at farleiðin kann bera seg, sum kunnu bjóðast út. Avgerandi má vera, um tann privati kann gera tað betri og ella bíligari enn tað almenna. Um tann privati skal fáa eina leið at loysa seg, sum tað almenna hevur rikið við stórum halli, verða tað ikki nógvar leiðir, sum verða bodnar út, sigur Arbeiðsgevarafelagið Nú fer at bera til fáa heimahjálp á privatum grundarlagi. Tað eru tey bæði Sunnfríð Isaksen og Tommy Tausen, sum fara at veita fólki hjálp, sum hava brúk fyri tí. Nýggja fyritøkan eitur Heimtænastan og fer at halda til í Vestmanna. Sunnfríð Isaksen var í útvarpsstovuni í morgun Langt áðrenn bøkur hansara um Lisbeth Salander vórðu givnar út, og áðrenn hann stovnaði vinstraradikala tíðarritið, Expo, men meðan hann kannaði nasistar og høgravíðgongd, byrjaði journalisturin og rithøvundurin, Stieg Larsson, eisini at vísa áhuga fyri Palme morðinum. Morðið á Olof Palme var ein vanlukka fyri svenskan politikk, og tí vísti Stieg Larsson stóran áhuga fyri morðinum, sigur Eva Gabrielsson, unnusta hjá Stieg Larsson. Og kanningarnar hjá Larsson góvvu ítøkilig úrslit. Svenska Dagbladet avdúkar í dag upplýsingar, sum Stieg Larsson gav Palme granskingarnevndini. Stieg Larsson endaði skjótt í høgravíðgongda umhvørvinum. Væl hjálptur av bretska tíðarritinum, Searchlight, kom Stieg Larsson í 1986 og 1987 fram á fyrrverandi heryvirmann, njósnara fyri apartheidstjórnina í Suðurafrika, og fyrrverandi leiguhermannin, Bertil Wedin. Svenska kanningarnevndin fekk allar upplýsingar frá Stieg Karlsson, eisini um mistankan til Bertil Wedin. Wedin var kendur í svenska høgravíðgongda umhvørvinum. Men Bertil Wedin varð ongantíð avhoyrdur. Tá eg hoyrdi um morðið á Olof Palme, fór eg beinanvegin at hugsa um, hvørt eg mundi fara at verða mistonktur og skuldsettur. Men eg hevði onki við morðið at gera, sigur Bertil Wedin, sum í dag býr í turkiska partinum á Kýpros. Og tann parturin av Kýpros hevur onga útflýggingaravtalu við onnur lond. Lóggávutingið í Ukraina hevur fyribils útsett at skipa eina nýggja, fyribils stjórn til hósdagin, upplýsir virkandi forsetin í landinum, Oleksander Turtjinov, ið eisini er formaður í lóggávutinginum. Virkandi forsetin ber ótta fyri, at landið fer í tvíningar, nú Janukovitj er rikin frá valdinum. Tí skal skipan av nýggjari fyribils stjórn fyrst umrøðast við trygdarlið í Ukraina, skrivar Jyllands Posten. Limir í lóggávutinginum hava ávarað um, at Ukraina kann fara í tvíningar, tí fólk eystarlaga í landinum eru í iva um avleiðingarnar av, at Janukovitj er rikin frá valdinum. Virkandi forsetin í Ukraina, Oleksander Turtjinov, sigur, at limirnir í lóggávutinginum í seinasta lagi í dag skuldu semjast um, hvussu ein fyribilsstjórn kann skipast. Í farnu viku viðtók lóggávutingið, at formaðurin í lóggávutinginum fyribils verður forseti í Ukraina. Lóggávutingið viðtók eisini, at Janukovitj skuldi rekast frá valdinum. Fleiri enn 80 fólk hava seinastu vikurnar latið lív í ófriðinum í Ukraina. Viktor Janukovitj flýggjaði úr Kiev, tá samanbrestirnir vóru í hæddini í seinastu viku. Tað er Erika Anne Hayfield, adjunktur á Fróðskaparsetri Føroya, sum í samstarvi við Løgmansskrivstovuna umboðar Føroyar í verkætlanini. Verkætlanin fer fram í einum arbeiðsbólki undir Arktiska Ráðnum, sum virkar fyri á burðardyggan hátt at verja og styrkja búskaparligu støðuna, mentanina og heilsuna hjá fólkunum í Arktis. Fráflyting og undirskot av kvinnum eru avbjóðingar, sum Føroyar hava til felags við arktisku økini, og harafturat eru fleiri onnur øki, ið Føroyar kunnu samstarva um, tá talan er um javnstøðu í arktiskum høpi. Eitt nú um kyn og útbúgving, kyn og demografi, kyn og politikk, trygd og kynsfatanir og seksualitet, stendur í lýsingini av verkætlanini. Sunda Kommuna skipar fríggjadagin 28. februar fyri evnisdegi fyri starvsfólkunum á dagstovnunum og fyri lærarum, sum undirvísa í skúlum í kommununi . Evnið er Skapandi evni hjá børnum. Dagstovnarnir og skúlarnir eru afturlatnir henda dagin. Dagin eftir, 1. mars, hittast leiðararnir á dagstovnum og skúlum til felags ráðlegging um, hvussu dagliga arbeiðið frameftir skal stuðla upp undir kreativar tilgondir. Eisini verður skipað fyri almennum tiltaki í Eydnuni á Oyrarbakka hóskvøldið 27. februar kl. 19.30, har foreldur og onnur áhugað eru vælkomin. Fakliga innihaldinum hesar evnisdagarnar stendur Lene Tanggaard, professari við Aalborg Universitet, fyri. Lene er kend sum ein sera dugnaligur og vældámdur undirvísari, ið tekur støði í yvirskriftini Læringsmiljøers betydning for børns udvikling af kreativitet . Við evnisdøgunum ynskir kommunan at seta sær nøkur felags mál fyri arbeiðinum við børnunum. Endamálið er at stuðla upp undir námsfrøðiligu stevnumiðini og tað, ið verður gjørt á barna og ungdómsøkinum sum heild í kommununi. Eisini vil kommunan eggja til samstarv millum dagstovnar og skúlar og ikki minst gera skiftið hjá børnunum frá dagstovni til skúla lættari. Hugskotið til evnisdagarnar kom við eitt tiltak í fjør, tá granskarin Ann Bamford helt fyrilestur um kreativitet í Føroyum. Í síni niðurstøðu segði Ann Bamford, at hon hevði leitað eftir einum skúla ella stovni, sum er serliga skapandi og tann skúlan fann hon í Sundalagnum, í Hvalvík. Hetta skapti áhuga fyri at koma enn longur framá á hesum øki. Lene Tanggaard er 41 ára gomul, hevur Ph. D. í námsfrøði og sálarfrøði og er tann yngsti, sum er tilnevnd professari í Danmark, einans 34 ára gomul. Hon er høgt í metum sum serfrøðingur innan námsfrøði og sálarfrøði, samstundis sum at hon er sera nógv eftirspurd, bæði av kommunum og vinnulívsfólki, ið ynskja íblástur til nýhugsan. Eisini er hon ein nógv róstur rithøvundur, og hevur millum annað skrivað bókina I bad med Picasso, sum hon hevur skrivað saman við stjóranum í Hummel, Christian Stadil. Bókin snýr seg um tað skapandi og um, hvussu vit gerast skapandi. Heitið á bókini lýsir tokkan hjá Picasso til at fara í bað, tá hann vildi hava góð hugskot. Tað ger professarin eisini, men fyrst má hon út at renna, hon venur til hálvmarathon, sum hon annars hevur runnið í fleiri europeiskum stórbýum. Í sambandi við fyrilestur sín í Eydnuni hóskvøldið 27. februar sigur Lene soleiðis. Evnisdagarnir er eitt tiltak, sum kommunan væntar sær nógv av, og sum fara at gera sítt til, at børnini í Sunda Kommunu fáa eitt gott barnalív. Luttakarar og raðfylgja til Stella Polaris kappingina fyri ungar klassiskar tónleikarar, var avdúikað í morgunsendingini í morgun, Malan Thomsen, forkvinna í musikskúlanevndini hjá Tórshavnar kommunu, var í útvarpsstovuni. Stella Polaris innleiðandi umfar fríggjadagin Kl. 09.00 09.45 Susan Philbrow, cello Felisia Jógvansdóttir Helmsdal, k Vár Iversen Lindenskov, cello Jóhild Høgnadóttir Debess, cello Kl. 10.30 11.00 Aksel Dánjalson Remmel, klaver Birita Dam, viola Katarina Andreassen, floyta Kl. 11.10 11.50 Anna Sofía Jørgensen, trompet Alda Sigurðsdóttir Lamhauge, floyta Gwendolyn Philbrow, cello Sólja Hansen, cello Kl. 13.00 13.40 Hjalti Bogason, guitar Jósef Zachariassen, klaver Mattias Dimitris Kapnas, klaver Marta Torkilsdóttir Johannesen, floyta Kl. 14.00 14.40 Ernst Dánjalson Remmel, trompet Sofía Jakobina restorff Spangenfeldt, f Lív Hansen, violin Maria Wang Reinert, trombone Kl. 16.00 16.40 Birita Poulsen, sangur Kristina Thede Johansen, saksofon Rúni Hentze, trompet Alvi Joensen, guitar Kl. 17.00 17.40 Dávur Birgisson Davidsen, guitar Maria Olsen, guitar Elsa Maria Dam, floyta Heiðrun Petersen, violin Úrslitið var 727 milliónir krónurfyri skatt, og 589 milliónir krónur eftir skatt. Av tí at úrslitið var so gott í fjør, skjýtur nevndin upp, at hvørt partabrævið fær 4,50 krónur í vinningsbýti. Í Bakkafrosti eru sløk 49 milliónir partabrøv, so vinningsbýtið verður umleið 200 milliónir krónur Gongdin í alivinnuni seinastu árini er orsøkin til góða úrslitið, eisini politisku stigini, sum vórðu tikin til tess at geva alivinnuni betri møguleikar, sigur Regin Jacobsen. Í yvirlitinum hjá Eyðfinni Magnussen eru í alt 7.756 harur skrásettar at vera skotnar í 2013. Men yvirlitið er ikki heilt fullfíggjað. Eg haldi meg kortini hava fingið fatur á flestu tølunum. Tí meti eg, at umleið 8.000 harur vórðu skotnar í alt í 2013, sigur Eyðfinn Magnussen. Siga vit, at helvtin av harustovninum verður skotin á hvørjum ári, so var samlaði føroyski harustovnurin umleið 16.000 harur í 2013, sigur lektarin í lívfrøði í frágreiðingini. Harulíkindini vóru vánalig í fjør. Eyðfinn Magnussen heldur, at vóru betri líkindini at skjóta, so høvdu ivaleyst munandi fleiri harur verið skotnar. Av tí sama hevði metingin av samlaða harustovninum eisini verið hægri í 2013 ivaleyst onkunstaðni millum 20.000 og 25.000 harur. Í frágreiðingini sæst, at raskastir at skjóta haru í fjør vóru teir Úti í Haga á Bjørgum í Vestmanna. Teir fingu í alt 158 harur á níggju túrum. Teimum á baki komu teir í Norðurtriðingi, Norðara pari í Sørvági. Teir fingu í alt 158 harur á 10 túrum. Skal ein lærari vera vinur við næmingar á facebook, ella øðrum sosialum miðlum Hesin spurningur stingur seg upp av og á. Hava ymisku skúlarnir reglur fyri at hava vinalag við næmingar á eitt nú facebook. Kunnu tað vera fyrimunir hjá næmingum, ella lærarum við tílíkum vinalagi Er tað ikki stórur vandi fyri óhepnum støðum, so sum at lærarar síggja myndir hjá næmmingum, sum ikki vóru ætlaðar læraranum at síggja Anna Dalsgaard, lærari, greiðir frá. Løgreglan gjørdi í síðstu viku húsarannsóknir í tveimum húsum í Føroyum. Illgruni er um, at ein 35 ára gamal maður hevur havt barnapornografiskt tilfar á teldunum. Jón Klein Olsen, varapolitikommisserur, sigur, at hald varð lagt á alla telduútgerð, sum varð funnin undir húsarannsóknini, og serkøn skulu nú kanna útgerðina fyri at staðfesta, um maðurin hevur keypt og selt barnapornografiskt tilfar. Nú verður sett meiri fokus á ítrótt í Vágs skúla og hartil eisini í dagstovninum Eikilund, við skipaðum ítrótti hvønn dag. Tað er Vágs kommuna, sum tekur hetta stigið, Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs kommunu. Morgunsendingin hevur tosað við borgarstjóran Tað sigur Johan Dah, landsstýrismaður, sum hevur hevur gjørt eitt uppskot um, at privat kunnu røkja siglingarleiðir hjá Strandferðsluni, eins og gjørt er við Bygdaleiðum. Uppskotið er sent til hoyringar. ICES viðgjørdi makrelin alla síðstu viku. Og tá metingin fyri 2015 verður gjørd, verður tað eftir einum nýggjum leisti, tí tann, sum varð brúktur í fjør, kann ikki brúkast. Tilmælið fyri 2015, tað fyrsta, sum verður gjørt eftir nýggja leistinum, kemur fyrst í oktober. Í 2014 halda fiskifrøðingarnir tað ikki vera ráðiligt at fiska meira enn knappliga 900.000 tons av makreli. Hoyr Jan Arge Jacobsen, deildarleiðara á Havstovuni, í útvarpstíðindunum. Hann var við, tá ICES gjørdi eitt nýtt modell fyri makrelin Aksel V. Johannesen og Javnaðarflokkurin vilja seta sum treyt fyri at føroysk skip fáa fiskiloyvi, at mannningarnar verða lønar eftir teimum sáttmálum, sum eru galdandi á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Men Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, er ósamdur við formannin í Javnaðarflokkinum og heldur, at tað eru treytirnar í útlendingalógini, sum eiga at verða broyttar. Fleiri og fleiri skip taka útlendingar umborð. Teimum nýtist ikki at hava arbeiðs og uppihaldsloyvi í Føroyum, um skipini halda seg uttan fyri 12 fjórðingar, og ikki regluliga koma í føroyska havn. Tað merkir so eisini, at útlendska manningin heldur ikki rindar skatt í Føroyum og at landskassin má vera ta inntøkuna fyri uttan. Kjakið millum Jacob Vestergaard og Aksel V. Johannesen um útlendingar við føroyskum fiskiskipum og teirra lønartreytir verður í kvøld eftir Dag og Viku. Bogi Godtfred er vertur. Ongantíð áður hevur nøkur føroysk fyritøka kunnað víst á so gott úrslit, sum Bakkafrost hevði í 2013. Sí her , hvat 20 teir størstu partaeigararnir fáa útgoldið í vinningsbýti. Fær útgoldið Navn Land 20.677.054 krónur Oddvør Jacobsen Føroyar 20.210.476 krónur Regin Jacobsen Føroyar 11.044.188 krónur TF Íløgur Føroyar 5.898.375 krónur Skandinaviska Enskilda Bannken AB Svøríki 5.560.479 krónur JP Morgan Chase Bank N.A. London Bretland 5.268.600 krónur JP Morgan Chase Bank N.A. Noreg 4.799.277 krónur JP Morgan Chase Bank N.A. London Bretland 4.671.913 krónur Morgan Stanley amp Co Internat. PLC Bretland 4.342.279 krónur JP Morgan Chase Bank N.A. London Bretland 3.956.881 krónur JP Morgan Luxembourg S.A. Bretland 3.900.159 krónur State Street Bank and Trust Co USA 3.375.000 krónur Verdipapirfondet Handelsbanken Noreg 3.219.264 krónur Nordea Nordic Small Cap Fund Bretland 3.008.056 krónur State Street Bank and Trust Co USA 2.968.695 krónur Føroya Lívstrygging Føroyar 2.888.667 krónur Pictet amp CIE Europe S.A. Luksemborg 2.865.465 krónur Stenshagen Invest A.S. Noreg 2.561.544 krónur Caceis Bank France Frakland 2.530.984 krónur Katrin Dahl Jakobsen Føroyar 2.495.646 krónur SEB Private Bank S.A. Extended Luksemborg Andreij Kljujev er løstaður. Eftir hvat eg havi fingið at vita, so er ikki talan um lívshóttandi løst, sigur Artem Petrenko við tíðindastovuna Interfax Ukraina. Almannamálaráðið er ongan veg komið við uppskotinum um, hvussu fólkapensjónistar skulu kosta landskassanum minni í framtíðini. Embætisfólk í ráðnum gjørdu í fjør eitt tilmæli um, hvussu til ber at lækka kostnaðin. Í tilmælinum er millum annað uppskotið um, at fólk, sum eru fíggjarliga væl fyri, eiga ikki at fáa grundupphæddina í fólkapensjónini. Eitt annað uppskot er at hækka pensjónsaldurin so líðani upp í 70 ár, og byrja við hálvum ári í 2018. Men tilmælini eru ikki liðugt viðgjørd politiskt, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna. Eingi lógaruppskot koma úr Almannamálaráðnum í vár. Og Annika Olsen dugir ikki at siga, um hon kemur við nøkrum lógarbroytingum um fólkapensjónistar á ólavsøku. Sambært løglistanum, sum løgmaður legði fyri løgtingið á ólavsøku í fjør, og sum er dagførdur í januar í ár, er arbeiðið, sum skal vera grundarlagið undir uppskotunum, og sum er partur av pensjónsnýskipanini, í løtuni til politiska viðgerð hjá samgonguflokkunum. Næsta ár er valár. Og tað er neyvan sannlíkt, at landsstýrið kemur við uppskotum, sum ikki eru so væl dámd hjá veljarunum, so tætt upp undir løgtingsval. Samlaði útflutningurin í fjør fór fyri fyrstu ferð upp um seks milliardir krónur. Tað eru slakar 600 milliónir fleiri enn árið fyri, og vøksturin er 10 prosent. Fiskaútflutningurin vaks uppaftur meiri vøksturin var 750 milliónir krónur, ella 15 prosent. Serliga alifiskurin hevur hækkað úflutningsvirðið. Nøgdin var áleið tann sama í fjør sum árið fyri, men virðið var slakar 2,5 milliardir krónur, tað eru 600 milliónir fleiri. Vøksturin er 35 prosent. Útflutningurin av uppsjóvarfiski er eisini vaksin nógv seinastu árini. Makrelur eigur størsta vøksturin, men vit útflyta eisini meiri av sild og svartkjafti. Tá fiskaúrdráttir eru roknaðir uppí, har tilfarið í stóran mun er úr uppsjóvarfiski, var eisini stórur vøkstur í fjør. Tilsamans eiga alifiskur og uppsjóvarfiskur nú oman fyri tveir triðingar av fiskaútflutninginum, har alifiskur einsamallur umboðar 43 prosent. Hóast útflutningurin av botnfiski í nøgd var eitt sindur størri í fjør samanborið við 2012, var virðið seks prosent minni enn í 2012. Talan er framvegis um, at søguliga lítið er útflutt av botnfiski. Hetta er galdandi fyri øll tey trý stóru botnfiskasløgini tosk, upsa og hýsu, vísa tøl frá Hagstovuni. Í 1996 var metár fyri toskaútflutning, tá 37.000 tons vórðu útflutt. Í fjør vórðu einans 16.000 tons útflutt. Fyri upsa var metárið 2005 við 41.000 tonsum, í fjør útfluttu vit 15.000 tons av upsa. Hýsan setti útflutningsmet í 2003 við 20.000 tonsum, men í fjør útflutningurin av hýsu bert 4.000 tons. Sjófrágreiðing er í dag um vanlukkuna, tá garnaskipið Anita misti ein mann fyri borð. Dekkarin, sum var ein indonesari, varð ikki funnin aftur. Løgreglan gjørdi í síðstu viku húsarannsóknir í tveimum húsum í Føroyum. Illgruni er um, at tveir føroyingar hava havt samband við hvønn annan umvegis teldu og hava havt barnapornografiskt tilfar á teldunum hjá sær. Annar føroyingurin býr í Føroyum, og hin býr í Danmark. Rannsóknir vórðu gjørdar í samstarvi við løgregluna í Danmark, sum samstundis gjørdi húsarannsókn á einum bústaði har. Jón Klein Olsen, varapolitikommisserur, sigur, at hald varð lagt á alla telduútgerð, sum varð funnin undir húsarannsóknini. Serkøn skulu nú kanna útgerðina fyri at staðfesta, um menninir hava keypt og selt barnapornografiskt tilfar. Íslendsku eigararnir, sum síðani 2006 hava átt føroyska oljufelagið Magn, hava nú selt felagið ein íslendskan íleggjarabólk, sum millum annað fevnir um íslendskar pensjónsgrunnar. Nevndarformaðurin, Christian Nagata, væntar ikki, at broytingar verða gjørdar í virkseminum hjá Magn, hóast felagið fær aðrar eigarar. Felagið verður rikið sum ein føroysk fyritøka, við føroyskari leiðslu og starvsfólkum. Nótaskipið Slættaberg rendi seinnapartin inn í síðuna á línuskipiunum got, sum lá við bryggju í Klaksvík. got hongur á kúlustevninum á Slættabergi, men nógvur sjógvur rennur inn í lastina á got. Allur fiskurin í lastini fyri skeytið. Guðrið Poulsen arbeiðir við rúmum sum tilveru, einføld rúm, fløkt rúm, opin rúm, stongd rúm, fylt rúm, tóm rúm alt samalt ímyndir um menniskjaliga tilveru. Vit byggja rúm, og tey forma okkum. Og seinast í januar mánað var skipað fyri Rúmdarferð á Listasavni Føroya ein ferð, har farið varð í ringrás við rúm og rúmd og leiri og leirlist. Vit vóru á gátt og hittu har Birnu Allansdóttir Joensen, ið gongur í 9. flokki í Sørvági skúla, studentaskúlanæmingarnar Bjartur Mortensen og Jákup Nielsen, ið ganga í 13 Ð í Hoydølum og vit hitta næmingar á Frískúlanum, eins og Guðrið Poulsen, Kjartan Hansen og Gutta Winther. Eisini hitta vit høvundan Kim Simonsen, ið fer at lesa úr sínum seinasta yrkingasavnið, Hvat hjálpir einum menniskja at vakna ein morgun hesumegin hetta áratúsundið . Og í Mentanarálmanakkanum frætta vit um eitt nú svenska filmin Julia, og listhandverk hjá verkstøðunum á Sjóndepilinum. Fyritøkan Heimtænastan, sum júst er sett á stovn, fer at veita privata heimatænastu til fólk, ið tørva hjálp til millum annað at matgerð, at gera reint, fara til handils o.s.fr Uppgávur, ið familja ella almenna heimatænastan áður í stóran mun hava tikið sær av. Enn hevur fyritøkan ongin viðskiftafólk, men Sunnfríð Isaksen, sum hevur stovnað Heimtænastuna, hevur fingið fleiri fyrispurningar, og fleiri enn 4.000 fólk hava hugt á heimasíðuni hjá fyritøkuni. Ætlanin er at veita tænastur um alt landið. got hongur enn á kúlustevninum á Slættabergi. Í gjárkvøldið og í nátt hava teir landað got, men sjógvur kom at lastini, og tí er ivasamt, um fiskurin kann brúkast. Roynt hevur verið at tett lekan, sum frægast, og fyrrapartin er ætlanin at fáa got á sleipistøð í Klaksvík. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum breyt tingskipanina, tá hann legði lógarupskot fyri løgtingið, áðrenn hann hevði fingið viðmerkingarnar frá teimum, sum fingu uppskotini til hoyringar. Hoyringarskrivini komu ikki í tingið saman við lógaruppskotunum. Tað eiga tey sambært tingskipanini. Og sambært tingskipanini skal løgtingsformaðurin mæla tinginum til at vísa burtur mál, sum ikki eru í samsvari við tingskipanina. Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, sigur í svari til Kristinu Háfoss, løgtingskvinnu, sum í november í fjør kærdi landsstýrismannin í fíggjarmálum til formansskapin, at í viðmerkingunum til tingskipanina stendur, at ásetingin um burturvísing er ikki bindandi. Samstundis sigur løgtingsformaðurin, at tingskipanin eigur at verða vird. Og tað hevur týdning fyri viðgerðina í tinginum og lógargóðskuna, at allar upplýsingar í málum, sum verða løgd fyri tingið, eru tøkar. 1. jarnuar verður eldraøkið lagt út til kommunurnar at umsita, og eftir tað verða tað kommunurnar, ið skulu tryggja, at borgarar, sum hava tørv á røkt hjálp og stuðli, fáa neyðugu hjálpina. Men Rigmor Dam, tinglimur fyri Javnaðarflokkin, og Sirið Steenberg, tinglimur fyri Tjóðveldi, fýlast á, at eingi faklig krøv verða sett privatum veitarum. Mítt yndislistarverk, soleiðis eitur ein framsýning, sum í næstum letur upp í Norðurlandahúsinum. Hetta er ein øðrvísi framsýning, tí Norðurlandahúsið bjóðar øllum at vera við á framsýningini. Fólk skulu bara senda inn eitt listaverk, sum tey meta vera yndislistaverki heima við hús. Í útvarpsstovuni í morgun var Sif Gunnarsdóttir, stjóri í Norðurlandahúsinum. Umleið fýra milliónir amerikanarar hava higartil skrivað seg upp til nýggju sjúkratryggingina, sum Barack Obama hevur arbeitt fyri at fáa innført í USA. Higartil hava umleið 700.000 amerikanarar í februar mánað skrivað seg upp til sjúkratryggingina, sum á mannamunni eisini verður nevnd Obamacare. Tá latið varð upp fyri sjúkratryggingini í oktober 2013, vóru so nógvir tøkniligir trupulleikar við skipanini, at freistin hjá amerikanarunum, at skriva seg upp, varð longd til 31. mars 2014. Í USA búgva umleið 310 milliónir fólk. Mett verður, at 45 milliónir amerikanarar onga sjúkratrygging hava, og tískil sjálvi mugu gjalda, skulu tey hava viðgerð á einum sjúkrahúsi. Higartil hava amerikanarar teknað sjúkratrygging privat. Teir flestu amerikanarar, ið hava sjúkratryggingar, hava fingið sjúkratrygging goldna frá arbeiðsgevarum sínum. Mett verður, at seks milliónir fólk í USA fara at skriva seg upp til nýggju sjúkratryggingina, áðrenn freistin endar 31. mars, tað vil siga um tveir mánar, skrivar dr.dk. Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur væl undir við ætlanunum hjá Johan Dahl, landsstýrismanni, um at lata privat átaka sær uppgávurnar hjá Strandferðsluni. Men treytin fyri einari væleydnaðari útveiting er, at tað privata ger tað bíligari og effektivari, sigur Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum. KT serfrøðingar funnu í gjár eitt trygdarhol í stýriskipanini til iPhone, sum í ringasta føri kann hava við sær, at tín snildfon er í vanda fyri at verða lúrd av, skrivar Financial Times . Teldusníkar kunnu síggja, hvat tú tekst við á fartelefoninini og kunnu eisini stjala loyniorð, tú hevur til til dømis teldupost, Facebook og tænastur, ið krevja loyniorð. Serfrøðingarnir viðmæla fólki frá at brúka iPhone á óbronglaðum, tráðleysum netum, um fólk ikki hava dagført stýriskipanina á fartelefonini til nýggjastu útgávuna, iOS 7.0.6. Áðrenn tú dagførir stýriskipanina á tíni iPhone, mást tú tryggja tær, at nokk av streymi er á fartelefonini. Set tína iPhone til ein løðara og fylg vegleiðingini niðanfyri. 16 lógaruppskot, sum stóðu í løglistanum, løgmaður gav løgtinginum ólavsøkudag í fjør, koma ikki. 13.januar sendi løgmaður løgtinginum ein annan, endurskoðaðan, løglista. Aftan fyri 16 uppskot stendur nú verður ikki latið løgtinginum í hesi tingsetu. Eitt uppskot brýtur tó frá Nýggj løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap. Ella fiskivinnunýskipanin, sum er nevnd í sjálvum samgonguskjalinum. Aftan fyri tað uppskotið stendur einki um, í hvørjari tingsetu tað kemur. Ja, har stendur einki, og tó, har stendur eitt spurnartekin, rætt og slætt. Onnur mál, sum heldur ikki koma í tingið í hesari tingsetuni, eru millum annað sjálvbodna frumskjalið í ST sáttmálanum um rættindi hjá fólki, sum bera brek. Frumskjalið gevur fólki og bólkum møguleika fyri at kæra brot á ST sáttmálanum til eina ST nevnd. Broytingin í vápnalógini, sum krevur serstakt prógv fyri at brúka byrsu, kemur heldur ikki nú. Roykilógin verður heldur ikki broytt nú. Mett verður, at tubbak drepur 80 føroyingar um árið, og tí ætlaði landsstýrið at fáa betri møguleikar at fyrbyrgja skaðunum, sum royking hevur við sær. Serliga er neyðugt at forða fyri, at børn og ung byrja at roykja. Men tað bíðar. Tey, sum hava upphavsrætt, noyðast eisini at bíða, tí e handilslógin, sum skal fullfíggja lógarverkið viðvíkjandi upphavsrættinum við at áseta reglur um tilfar, sum upphavsrætturin verjir, og sum verður tikið niður á telduservarar. Tað verður heldur ikki hesu megin ólavsøku, at tað verður lættari hjá íverksetarum at stovna egið virki. Inngjaldið til ALS hækkar ikki fyribils. Uppskotið um at loyva fólki, sum júst eru liðug at lesa, í ALS avmarkaða tíð. Kanska verður neyðugt at hækka inngjaldið. Alla nátt hevur verið arbeitt við at tryggja garnaskipið got, sum hol kom á í gjár, tá Slættaberg sigldi á skipið, og tað eydnaðist at pumpa sjógvin úr got. Her videomyndir, sum vórðu tiknar í gjárkvøldið, tá lastin á got framvegis var full av sjógvi, og roynt varð at halda skipinum lens. Inntøkurnar eru lægri enn mett, útreiðslurnar eru hægri, og hallið verður ikki burtur í 2016. Í Føroyum er kortini búskaparlig framgongd júst nú. Verða politikararnir ikki meira langskygdir, verður støðan kortini álvarsom í framtíðini. Tað siga Sigurð Poulsen, stjóri á Hagstovuni, og Jóannes Jacobsen, búskaparfrøðingur. Í ár eru 20 ár liðin, síðan Miðflokkurin kom í løgtingið. Jenis av Rana og Bill Justinussen hava verið ósamdir um førda politikkin í hesum samgonguskeiðnum, men teir eru samdir um Guðs orð, sum politikkurin er grundaður á. Jenis av Rana var í útvarpsstovuni. Á fundi í trætustovninum hjá Heimshandils felagsskapinum WTO í dag varð gjørt av at seta á stovn ein WTO gerðarrætt. Hann skal taka støðu til, um handilstiltøkini hjá ES móti Føroyum eru í stríð við WTO sáttmálan. Tað er harmiligt, at Føroyar mugu nýta WTO gerðarrættarskipanina fyri at fáa ES handilstiltøkini sett úr gildi. Hetta er kortini eitt neyðugt stig, tí handilstiltøkini hjá ES stríða við altjóða handilsrætt, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður. Manningarnar á strandfaraskipunum verða neyvan bíligari, tá ruturnar hjá Strandferðsluni verða útveittar til privat at reka. Kanska heldur tvørturímóti. Eyðstein Djurhuus og Páll Hansen vísa á, at lønin hjá tí privata er vanliga hægri enn hjá tí almenna. Og eftirspurningurin eftir yvirmonnum er stórur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, upplýsti í tinginum fyrrapartin, at áheitan er komin frá Copenhagen Infrastructure Partners um at gjalda milliónina, sum avtalað varð gjørd um, spurdist einki burtur úr sáttmaálnum um Eysturoyartunnilin. Bárður Nielsen, formaður í fíggjarnevndini, sigur, at tað er ein spurningur, um nýggj heimild skal fáast at seta milliónina til CIP á fíggjarlógina fyri í ár. Faroe Petroleum er saman við fleiri oljufeløgum við í eini granskingarverkætlan í landsynningspartinum av Barentshavinum. Norski oljurisin Statoil hevur seinastu tíðina staðið á odda fyri oljuleitingini í Barentshavinum, og tað er eisini Statoil, sum stendur fyri hesi granskingarverkætlanini. Málið er í felag at gera seismiskar 3D kanningar í Barentshavinum. 17 oljufyritøkur vóru upprunaliga við í verkætlanini, sum norska oljumálaráðið hevur tikið stig til, men í januar teknaðu 16 oljufyritøkur, teirra millum Faroe Petroleum, seg til verkætlanina. Seismisku 3D kanningarnar skulu vera liður í einum nýggjum útbjóðingarumfari hjá norska oljumálaráðnum, skrivar shippingwatch.co, við Statoil sum keldu. Sambært Nilsi Sørensen, stjóra í Faroe Petroleum, er rættiliga vanligt, at oljufyritøkur taka seg saman at gera seismiskar kanningar í sambandi við nýggj útbjóðingarumfør. Hetta verður sum oftast gjørt fyri spara øgiligu útreiðslurnar, sum vanliga eru knýttar at oljuleiting. Enn er ógreitt, nær got verður togaður yvir á sleipistøðina í Klaksvík. Arbeitt verður framvegis við at tryggja skipið betur, áðrenn Slættaberg fer at bakka kúlustevnið úr got Sáttmálaleysir útlendingar við føroyskum fiskiskipum er ikki nakar stórur trupulleiki. Men nú Reiðarafelagið og manningarfeløgini hava sett ein bólk at endurskoða allar sáttmálar, kann spurningurin um útlendingarnar takast við. Reiðarafelagið hevur verið at kalla óvirkið í nøkur ár. Kanska er tað tí, at manningarfeløgini biðja politikararnar hjálpa sær í staðin fyri at venda sær til Reiðarafelagið. Hann sigur, at flestu reiðarar halda sáttmálarnar við manningarfeløgini. Men onkur undantøk eru. Felagið hevur ætlandi aðalfund í mai. Tá hevur tann skipabólkurin, sum ikki hevur nakran í nevndini nú, eisini valt nevndarlim. Á aðalfundinum verður nevndin fullmannað aftur fyri fyrstu ferð í nøkur ár, og so fær hon skipað seg við formanni. Kinesiski høvuðsstaðurin, Beijing, hevur nú tann ivasama heiðurin at verða tann næstskitnasti býurin í heiminum, sambært eini nýggjari frágreiðing, ið gjørd er. Luftdálkingin er nú so umfatandi, at tað næstan ikki er búgvandi í kinesiska høvuðsstaðnum, um heilsan hjá teimum 11,5 milliónum íbúgvunum ikki skal vera í vanda. Tað er niðurstøðan í eini nýggjari frágreiðing, ið tveir ymiskir samfelagsvísindaligir bólkar hava gjørt, og sum nú er kunngjørd, skrivar Jyllands Posten. Umfatandi luftdálkingin í Beijing hevur longu kostað kinesiska samfelagnum nógvan pening. Líkt er eisini til, at meira peningur má brúkast, til tess at basa dálkingini. Politiskir leiðarar í Kina eru til reiðar at játta slakar 8 milliardir krónur til ein grunn, sum skal fáa bilbugt við luftdálkingini í býnum, sum nú er tann næstskitnasti í heiminum. Sambært almennu, kinesisku tíðindastovuni, Xinhua, er ætlanin at steingja 300 verksmiðjur í Beijing, so luftdálkingin í kinesiska høvuðsstaðnum kann basast. Tað eru ikki bert íbúgvarnir í Beijing, sum eru í vanda orsakað av ógvusligu luftdálkingini. Luftdálkingin hóttir nú eisini ferðavinnuna í Kina, einamest í Beijing. Fyrra hálvár í 2013 fall talið av ferðafólki í Beijing við 14 prosentum, samanborið við fyrra hálvár í 2012. Kinesiskir fjølmiðlar skriva, at luftdálkingin er orsøk til minkingina. Í januar í ár var luftdálkingin í Beijing 40 ferðir størri enn loyvdu markvirðini hjá heimsheilsustovninum, WHO. Sýnið í Beijing er í løtuni í støðum minni enn 200 metrar. Sjófrágreiðingin um vanlukkuna á garnaskipinum Anitu, sum misti ein mann tann 11.februar, gjørdist drúgv. Hon var ikki liðug fyrr enn klokkan sjey í gjárkvøldið. Tær fimm frágreiðingarnar verða sendar pørtunum og Sjóvinnustýrinum. Sjóvinnustýrið ger av, um meira skal gerast við málið, millum annað, um tað skal meldast til politiið. Um 3.000 fólk savnaðust í gjár uttan fyri altingið í Reykjavík at mótmæla ætlanini at taka aftur íslendsku umsóknina um samráðingar um limaskap í ES. Tey krevja fólkaatkvøðu um málið fyrst. Íslendska stjórnin hevur verið fyri hvøssum atfinningum í sambandi við uppskotið, og fleiri taka undir við, at spurningurin skal leggjast út til fólkaatkvøðu. Uppskotið til samtyktar varð borið í altingið fríggjadagin, heitt verður á stjórnina um at taka aftur íslendsku umsóknina um samráðingar um limaskap í ES. Altingið er eisini biðið um at heita á stjórnina um ikki at søkja um limaskap í ES, uttan at umsóknin fyrst hevur verið til fólkaatkvøðu. Undanfarna stjórn í Íslandi bað ES um samráðingar um limaskap. Samráðingarnar byrjaðu, men tær vóru ikki lidnar, tá valskeiðið var úti. Fyrrapartin skrivaðu Súna Mørk og Súsanna Winther Poulsen fyri Fountainhúsið og Heðin Mortensen, borgarstjóri, undir sáttmála um Heinesens hús við Tinghúsvegin í Havn, har virksemið hjá Fountainhúsinum fer at halda til fyribils í eitt ár. Tær báðar hava longu fingið lyklarnar til Heinesens hús, og fara beinanvegin at arbeiða við innrætting og klárgerð, tí ætlanin er, at Fountainhúsið skal lata upp til 1. apríl, stendur í tíðindaskrivi frá Tórshavnar kommunu. Fountainhúsið fær tvær milliónir krónur í stuðli. Peningurin skal brúkast til eina royndarverkætlan at seta á stovn eitt arbeiðsrættað tilboð til fólk, sum eru sálarsjúk, ella hava sálarligar trupulleikar. Tá hugsað verður um týdningarmiklu uppgávuna, ið Fountainhúsið hevur at hjálpa fólkum, sum hava verið innløgd fyri sálarliga sjúku út aftur á arbeiðsmarknaðin og skapa trivnað, so hevur kommunan frá byrjan stuðlað ætlanini fult og heilt. Tað er tí gleðiligt, at kommunan kundi vera til hjálpar, eisini í mun til høliskarmarnar, og betri staðseting mitt í býnum fæst ikki, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri. Hann hevur sjálvur sagt við meg, at hann er pornomisnýtari. Soleiðis skrivar ein kvinna, í brævi sínum til sendingina. Hon vil vita, um hann elskar hana, hóast sína misnýtslu. Ein onnur kvinna skrivar inn, tí hon er stúrin um børnini. Hetta eftir at pápin at børnunum rendi tey á dyr, og síðani hevur funnið sær nýggja damu, sum hevur eitt barn. Nú sær pápin als ikki børn síni longur, og hetta er ein trupuleiki og ein avbjóðing fyri mammuna. Triðja brævið er frá manni. Hann heldur tað er sera irriterandi, at hann ikki sleppur at hava ein ringan dag, uttan at kona hansara verður í enn verri lag. Turið Horn og Jógvan Zachariassen eru í útvarpsstovuni og svara brøvunum. Í dag eru vit í Sumba. Vit hitta dreingir í skúlanum, sum gleða seg til føstulávint. Teimum dáma væl at kvøða og vit hoyra allan skúla kvøða fyri okkum. Fútin ivast stórliga í, um hann kann geva einum sýslumanni tænastuboð um at víga fólk av sama kyni, tá sýslumaðurin av átrúnaðarligum ella prinsipiellum orsøkum ikki vil víga fólk av sama kyni. Rættarnevndin viðger uppskotið um at broyta hjúnabandslógina, so samkynd kunnu verða vígd. Rættarnevndin vildi hava at vita, um til ber at revsa myndugleikar, sum nokta at víga fólk av sama kyni. Nevndin spurdi eisini, um til ber at geva sýslumonnum, sum nokta, tænastuboð um at víga fólk av sama kyni. Sambært fútanum er eingin heimild at revsa fyri agabrot í galdandi hjúnabandslóg og heldur ikki sambært grein 266 b í revsilógini. John Kølbæk sigur, at vil ein sýslumaður ikki víga tvey fólk av sama kyni, kann hann biðja onkran annan gera tað, til dømis ein politist. Sama møguleika hava borgarstjórar, sum kunnu fáa onkran annan í kommunustýrinum ella eitt embætisfólk at standa fyri vígsluni, um borgarstjórin av religiøsum ella prinsipellum orsøkum ikki vil víga fólk av sama kyni. Samgongan tekur ikki undir við uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi um at geva teimum, sum bara hava fólkapensjón og Samhaldsfasta at liva av, nakrar krónur afturat um mánaðin. Ikki tí, samgongan unnir fólkapensjónistum fleiri pengar. Men landsstýrið skal hava frið at áseta fátækramarkið fyrst, áðrenn nakað verður gjørt við fólkapensjónina. Tí metir samgongan seg ikki kunna atkvøða fyri einum andstøðuuppskoti. Giftir fólkapensjónistar skuldu fáa 250 krónur og stakir 350 krónur meira um mánaðin frá februar í ár at rokna sambært uppskotinum hjá Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum. Uppskotið hevði kostað landskassanum 17 18 milliónir krónur um árið Trivnaðarnevndin hevði uppskotið í næstan tríggjar mánaðir, áðrenn álitið kom frá nevndini týsdagin. Í gjárkvøldið eydnaðist at loysa Slættaberg frá got. Í nátt hevur verið hildið vakt umborð á got, so nú lekur so lítið, at pumpurnar klára at halda skipinum lens. Løgtingið fer í dag at hava fyrstu viðgerð av uppskotinum um at stovna partafelag, sum skal byggja og reka undirsjóvartunlar millum Eysturoy og Streymoy og millum Streymoy og Sandoy. Ætlanin er, at landið skal seta 400 milliónir krónur í partafelagið tær fyrstu milliónirnar í ár, og tær seinastu um 10 ár. Eftir uppskotinum skal verða koyrandi millum Eysturoynna og Streymoynna í 2018, og millum Streymoynna og Sandoynna í 2021. Løgtinið fer í dag at hava fyrstu viðgerð av einum uppskoti til samtyktar frá Sjálvstýrisflokkinum um at taka av føroysku fólkatingssessirnar, og Annika Olsen skal svara tveimum fyrispurningum, ein um skúlan við Áir og ein um marknaforðingar. Fiskimálaráðið hevur biðið løgtingið broyta fuglaveiðilógina fyri at avmarka skaðan, sum grágásin ger. Bøndur siga, at grágásin ger stóran skaða á bøin, og vilja tí hava loyvi til at skjóta gæsnar ella styggja tær við at skjóta eftir teimum. Og kanningar, sum Búnaðarstovan hevur gjørt, vísa, at grágásin ger skaða á grasvøksturin. Sambært Búnaðarstovuni eru trý til seks prosent av lendinum í Føroyum velt lendi. Og bara, meðan grágás situr á veltum lendi, verður loyvt at skjóta hana. Soleiðis verður grágásin framvegis friðað á óveltum lendi. Men sambært hoyringini hjá Fiskimálaráðnum hevur grágásin fleiri vinir enn óvinir í Føroyum. Sama, hvat Fiskimálaráðið, Búnaðarstovan og bøndur siga, mælir Umhvørvisstovan frá at gera lógarbroytingina. Umhvørvisstovan mælir í staðin til tíðaravmarkað undantak frá friðingini í tvey ár, meðan kannað verður, hvussu grágásin er fyri og hvønn skaða, hon veruliga ger. Havstovan mælir rætt og slætt til at geva gæsnum frið og ikki broyta lógina. Søvn Landsins halda ikki, at neyðugt er at broyta lógina. Sambært galdandi lóg ber til at søkja um undantaksloyvi at skjóta grágás. Men eingin hevur søkt um slíkt loyvi seinastu árini. Fuglafrøðifelagið sigur, at grágásin ger seg ikki inn á velt lendi. Og eingi vísindalig prógv eru fyri, at grágásin elvir til fíggjarligan miss hjá bóndunum, sigur Fuglafrøðifelagið. Kostnaðurin av liðugt viðgjørdum sjúklingunum, sum eru strandaðir á sjúkrahúsunum kring landið, er ikki roknaðaur við í tilboðið, sum landið hevur latið kommunum fyri at yvirtaka eldraøkið. Øll tey 5.700 fólkini, sum vanliga hava fingið eina sjálvuppgávu sendandi, fáa í ár eitt bræv, har tey vera biðin um at avgreiða seg sjálvi um E skattaskipanina, tá ið tey skulu lata sjálvuppgávuna inn. Sostatt er Taks eitt fet nærri eini sjálvavgreiðslu, men hvat merkir hetta í útvarpsstovuna í morgun vóru komin Sofus Debes Johannesen og Helena Debes Højgaard, sum bæði arbeiða á Taks. Tað sigur forkvinnan í felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Óluva í Gong í lesarabrævi, har hon ávarar um eina stóra broyting, sum er á veg í heimasjúkrarøktini. Hon harmast um, at alt orðaskiftið snýr seg um at leggja eldraøkið út til kommunurnar , tí tær týdningarmestu broytingarnar verða ikki umrøddar, nevniliga, at kommunurnar fáa heimild at taka brúkaragjald fyri tænastur, ið hava verið ókeypis fyri øll. Óluva í Gong sigur, at størsta broytingin fyri sjúkrarøktina er, at lógin um heimasjúkrarøktartænastuna og kunngerðirnar, ið hoyra til lógina, verða strikaðar. Tað hevur við sær, at 1 í kunngerð um heimasjúkrasystratænastuna, sum sigur at heimasjúkrasystratænastan fevnir um allar persónar, sum eru staddir í Føroyum , og at heimasjúkrarøkt verður veitt ókeypis , hvørvur. Ístaðin kemur 18 í nýggju lógini, har tað stendur í stykki 1, at kommunurnar kunnu krevja gjald frá borgaranum fyri tænasturnar, og at landsstyrismaðurin ásetir í samráð við kommunurnar nærri reglur um gjald eftir stykki 1. Hetta er ikki nakað, sum politikararnir tosa hart um, men hendan orðing kann fáa álvarsligar avleiðingarr fyri vanliga borgaran, ávarar Óluva í Gong. Galdandi kunngerð um ókeypis heimasjúkrarøkt Uppskot um eldrarøkt og heimatænastu Tað eru um 150 fólk sum dansa balladdans í Sv ríki. Nú vilja hesi sleppa uppa gólv. Bólkurin, sum er komin til Føroya, telur 15 dansarar og sangarar. Tey skulu dansa í Nólsoy, í Dali, í Klubbanum í Havn og í Skálanum í Kalksvík. 7 teirra vóru í studio 5 og sungu. 17.041 skattaborgarar fáa í næstum fráboðan um, at teir fáa tilsamans 49 milliónir krónur í avlopsskatti frá Taks. Samstundis fáa 1155 skattaborgarar at vita, at teir skulu rinda slakar tríggjar milliónir krónur í írestandi skatti. Nú í február vóru 16 ár síðan, at Tórshavnar Bátafelag varð stovnað. Tað vóru Kartni Olsen, Øssur Hjalt og Heðin Mortensen, sum einaferð í hálvfemsunum stungu høvdini saman um at stovna bátafelag, sum gjørdist veruleiki 21. februar 1998. Fyri fyrstu ferð er eftirstøðan minkað. Eftirstøðan var komin upp í 119 milliónir krónur í 2011, í 2012 var hon 117 milliónir. Í fjør var hon slakar 90 milliónir. Landsstýrismaðurin kundi tó ikki siga tinginum, hvussu nógv av teimum 27 milliónunum, sum eftirstøðan er minkað, eru eftirgivnar og, hvussu nógvar eru komnar í landskassan. Men 46 milliónir av teimum 89,6 milliónunum metir TAKS at vera virðisleysar, tær eru mistar. 55 prosent av eftirstøðunum eru rentur, varð eisini upplýst í tinginum. Landið krevur tvey prosent í rentu um mánaðin í rentu av skuld til landskassan. Í summar vóru 30 ár síðani teir fyrstu næmingarnir byrjaðu á Føroya Handilsskúla við Marknagilsvegin í Havn. Áðrenn hesin bygningurin varð tikin í nýtslu, hevði handilsskúlaundirvísingin verið hildin sum kvøldskúlaskeið runt í landinum í meira enn 35 ár. Til tess at hátíðarhalda 30 ára dagin skipar Handilsskúlin fyri móttøku á skúlanum 5. mars kl. 15.00 17.00, undir heitinum vinna, útbúgving, innovatión og íverksetan. Føroya Handilsskúli er í dag ein skúli við miðnámsútbúgving, yrkisútbúgving og hægri útbúgving. Síðani februar mánað í fjør er arbeiðsloysið minkað úr 4,7 prosentum niður í 4,1 prosent. Tað merkir, at hetta síðsta árið er arbeiðsloysið minkað við 195 fulltíðarstørvum. Eisini vísa tølini, at arbeiðsloysið millum kvinnur hevur verið størri enn hjá monnum hetta síðsta árið. Í miðal vórðu 133 fleiri kvinnur enn menn fulltíðararbeiðsleysar. Lutfalsliga størsta arbeiðsloysið er í Sandoyar sýslu, har 8,3 prosent av fólkinum einki arbeiði hava. Minsta arbeiðsloysið var í Eysturoyar sýslu, har 3,5 prosent eru arbeiðsleys í løtuni. Hoyringarnar í gerðarrættinum hjá WTO, heimshandilsfelagsskapinum, um handilsforðingarnar hjá ES móti Føroyum kunnu byrja í summar, í juli ella august. Tað heldur Bjørn Kunoy, løgfrøðiligur ráðgevi hjá Uttanríkistænastuni á Løgmansskrivstovuni og leiðari hjá føroysku donsku sendinevndini, sum umboðaði ríkið í málinum um WTO gerðarrætt móti ES. Á fundi í trætustovninum hjá WTO í gjár varð avgjørt at seta á stovn ein WTO gerðarrætt. Gerðarrætturin skal gera av, um handilstiltøkini hjá ES móti Føroyum eru í stríð við WTO sáttmálan. Nú skulu limirnir í gerðarrættinum veljast. Partarnir fara at royna at semjast um tað. Eydnast tað ikki, áðrenn alt ov long tíð er farin, ber til at biðja WTO aðalskrivaran virka sum semingsmann. ES boykottið var eisini til viðgerðar í trætustovninum hjá WTO tann 22.januar. Men tá nýtti ES sýtingarrættin. Tað kundi ES ikki í gjár. Og tí verður gerðarrætturin nú settur. Hetta er fyrstu ferð, at eitt ES land, Danmark, hevur kravt ES í WTO gerðarrætt. Í morgin, 28. februar, er hálvt ár síðani, ES setti í gildi handilsforðingar móti føroyskari sild og føroyskum makreli, tí Føroyar, sambært ES, fiska ov nógva sild. Longu fyri 28.august í fjør, tá handilsforðingarnar komu, bað landsstýrið um gerðarrætt við støði í altjóða havrættarsáttmálanum. So avgjørd er nevndin í Útoyggjafelagnum í skrivi, har hon inniliga heitir á allar løgtingslimir um at tryggja, at Hestur verður knýtt upp í tunnilin um Skopunarfjørð. Hestur stendur á einum vegamóti, har framtíðin er treytað av, at sambandið til oynna bøtist munandi. Nú talan er um tunnil, er tað tí sjálvsagt, at Hestur gerst partur av hesari ætlan, verður sagt í skrivinum. Sambært Útoyggjafelagnum er linjuføringin, sum gongur um Hest, heldur ikki fíggjarliga uttan fyri rímiligt mark, tá hugsað verður kostnaðin av samlaðu ætlanini, og samanborið verður við raksturin av einari sjóvegis farleið. Eisini vísir felagið á, at sambært kostnyttu kanningunum hjá Landsverki av farleiðini undir Skopunarfjørð, so loysir ætlanin seg ikki fíggjarliga, sama um Hestur verður tikin við ella ikki, tí ferðslan er so avmarkað á leiðini. Hetta vísir, at tað í ætlanini, sum nú fyriliggur, er ásannað, at tað ikki eru fíggjarlig, men samfelagslig atlit, ið liggja sum grund fyri at gera tunnilin undir Skopunarfjørð, sigur nevndin í Útoyggjafelagnum. Í so máta er tað harvið eisini ein vinningur fyri føroyska samfelagið at velja linjuføringina um Hest. Tí við einum góðum ferðasambandi, verður oyggin væl búsett, og møguleikarnir í oynni fyri vinnu, serstakliga ferðavinnu, eru stórir. Tí vónar felagið, at henda stóra og mennandi verkætlan verður fullborin, og tað er hon bert um Hestur er við, sigur Útoyggjafelagið í skrivinum til løgtingið. Samgongan bíðar eftir landsstýrinum, og vil tí ikki taka undir við einum uppskoti hjá Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum um at hjálpa Kringvarpinum og hinum fjølmiðlunum í Føroyum. Sambært uppskotinum skal Kringvarpið fáa meirvirðisgjaldið av kringvarpsgjaldinum, 11,5 milliónir krónur um árið. Men handilslýsingar og sponsorar skulu vera forboðin í Kringvarpinum. Sjónvarpslýsingar kunnu tó halda fram, men pengarnir haðani, 1,3 milliónir krónur, skulu brúkast til sokallaðan demokratistuðul, sum skal stimbra eitt fjølbroytt og nýskapandi miðlalandslag. Men meirilutin í Mentanarnevndini, Bjarni Djurholm, Edva Jacobsen, Jóna Mortensen og Jenis av Rana, sum øll eru í samgonguni, mælir løgtinginum frá at samtykkja uppskotið. Tey vísa á, at landsstýrið arbeiðir við at gera Kringvarpinum nýggjar karmar. Danski uttanríkisráðharrin, Martin Lidegaard, er kallaður í samráð í Grønlandsnevndini hjá Fólkatinginum í morgin, har hann skal greiða frá, hvat stjórnin heldur um ætlanirnar hjá Grønlandi at lata upp sendistovu í Washington. Seinni í ár letur Grønland upp egna sendistovu í Washington, sum skal taka sær av samhandli og íløgum, sum hava við USA at gera. Politiskir eygleiðarar í Keypmannahavn og í Nuuk meta hetta verða innanríkis politiskt tekin frá Alequ Hammond, landsstýrisforkvinnu , til sínar veljarar og bakland. Lars Hovbakke Sørensen, lektari í søgu við lærda háskúlan í Keypmannahavn, sigur, at tað stendur greitt í sjálvsstýrislógini fyri Grønland, at uttanríkispolitikkur er felagsmál. Tí kann tað ikki vera annað enn í stríð við avltalurnar, um grønlendska umboðanin í Washington fer at arbeiða sjálvstøðugt l USA. Varastjórin á grønlendsku sendistovuni í Danmark, Adam Worm, varð í fjør endurgivin í JyllandsPostinum fyri at siga, at sendistovan ikki bara skal røkja samhandilin, men eisini taka sær av sjálvstøðugu uttanríkis politisku áhugamálunum hjá Grønlandi, uttan at hetta er í stríð við sjálvstýrislógina. Grønland hevur frammanundan sendistovu í Brússel, sum danska uttanríkistænastan samstarvar við. Aleqa Hammond nevndi sjálv sendistovuna í nýggjárrøðu síni. Hon segði, at sendistovan skal styrkja samhandilin við USA og draga íløgur til Grønlands. Thorkild Kjærgaard, lektari á lærda háskúlanum í Nuuk, sigurr, at tað er bláoygt at halda, at ein grønlendsk skrivstova verður betur før fyri at taka sær av grønlendskumáhugamálum betri, enn ein donsk sendistova, ið hevur fleiri ára royndir. Sjóvinnustýrið hevur givið reiðaranum á garnaskipinum Anitu boð um at skipa fyri trygdarvenjingum. Skipið sleppur ikki at loysa, fyrr enn enn øll viðurskifti eru komin í rættlag. Sjófrágreiðing var fyrradagin í sambandi við vanlukkuna umborð á Anitu 11. februar, sum kravdi eitt mannalív. Í sjófrágreiðingini kom fram, at samsvar ikki var millum tað, sum teir avhoyrdu dekkararnir søgdu og tað, sum yvirmenninir søgdu um trygdarvenjingar, um trygdarútgerð, so sum knívar at kvetta við, og um hvussu long tíð gekk, frá tí at maðurin var fastur, til hann fór fyri borð. Sjóvinnustýrið kannar sambært Jákupi Poulsen øll tey viðurskiftini, sum ivi varð sáddur um í sjófrágreiðingini. Skipið sleppur ongan veg, fyrr enn Sjóvinnustýrið hevur fulla trygd fyri, at øll viðurskifti eru komin í rættlag. Bólturin liggur hjá Sjóvinnustýrinum eisini í spurninginum, um skiparin ella reiðaríið kunnu ábyrgjast í sambandi við deyðsvanlukkuna umborð. Men tann kanningin hevur ikki so nógv skund, og tekur eisini longur tíð at gera. Tann kanningin forðar ikki skipinum at fara aftur til fiskiskap. Jákup Poulsen dugir ikki at siga, nær Sjóvinnustýrið kemur til eina niðurstøðu í málnum Í næstum verða broytingar framdar í V4 spælinum hjá Kringvarpi Føroya. Í hesum sambandi skal Kringvarp Føroya gera vart við, at skipanin við vanligum snarseðlum verður tikin av. Seinasta V4 spæl, har snarseðlar eisini eru við í dráttinum, verður fríggjadagin 28. februar 2014. Hetta merkir, at frá 1. mars 2014 eru einans farseðlar og netseðlar galdandi í V4 dráttinum. Ein 49 ára gomul donsk kvinna er dømd 18 mánaðar fongsul fyri ikki at hava hjálpt einum menniskja í neyð, tá hon fór frá Minnu Dahl Michelsen úr Havn, sum hevði gingið seg fasta í einum mýrulendi við Nykøbing Falster í Danmark í fjør summar. Minna sakk niður í mýruna og doyði. Kvinnan varð dømd fyri fleiri lógarbrot, men málið um Minnu Michelsen gjørdi, at rætturin í Nykøbing Falster dømdi hana 18 mánaðar fongsulsrevsing. Rætturin tók undir við próvtilfarinum um, at ákærda var farin frá Minnu Michelsen, tá hon stóð føst í mýrulendi og var í lívsvanda. Rætturin metti eisini, at ákærda hevði møguleikan og evnini at hjálpa Minnu, men gjørdi tað ikki. Fyrsta viðgerð av uppskotinum um Eystoyartunnil og Sandoyartunnil í tinginum í gjár gjørdist ein long takkarrøða hjá løgtingslimum og landsstýrisfólki fyri hvør øðrum. Og varð onkur gloymdur, vóru løgtingsfólk skjót at minna á, hvør hevði tøkk uppiborna. Í brævi vísir Útoyggjafelagið á, at framtíðin hjá Hesti er treytað av, at sambandið við oynna bøtist munandi. Felagið vísir harumframt á, at tað er ein vinningur fyri føroyska samfelagið, at velja linjuføringina um Hest. Sí samrøðu við Óla Jákup úr Dímun, fomann í Útoyggjafelagnum, sum var gestur í sjónvarpsstovuni. Hann sigur, at tað hevur ómetaliga stóran týdning at varðveita oyggjasamfelagið og búsetingina á útoyggj. Í summar verða 16 íbúðir til sálarsjúk Eystan Heyg í Havn klárar at flyta í. Men enn er óvist, hvør sleppur at búgva har. Ein teirra, sum vónar at sleppa inn har, er Kirstin Rasmussen. Hon hevur bíðað í 43 ár. Tey flestu av teimum 15 fólkunum, sum búgva á psykiatriska deplinum, hava søkt um íbúð, men um vikuskiftið boðaði Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, frá, at ein visitatiónsnevnd skal taka støðu til, hvør skal búgva í nýggju íbúðunum. Tormóður Stóra leiðandi yvirlækni á psykatriska deplinum, er í visitatiónsnevndini, men hann sigur, at tað er ógjørligt hjá visitatiónsnevndini at gera av, hvør skal búgva í íbúðunum, tí nevndin veit ikki, hvussu umstøðurnar verða. Hann sigur, at tørvurin er ymiskur, o g tí er tað ikki eyðsæð, at íbúðirnar er rætta loysnin til øll tey fólkini, sum búgva á psykiatriska deplinum. Í dag eru vit í skúlanum á Giljanesi. Her kvøða tey Leivs kvæðið til føstulávint. 9. flokkur fer at gera dukkuleik úr Leivs kvæðnum. 9. og 5. flokkur arbeiða saman og gera myndir úr kvæðnum. Ikki øll, sum eiga partabrøv í Atlantic Airways, hava tol at bíða eftir tjóðartøkuni. Ella hava tey ikki álit á henni. Tí hóast P f Atlantsflog hevur boðað frá, at felagið fer at keypa øll partabrøvini í felagnum, sum landið ikki eigur, fyri kursin 210, verða partabrøv framvegis seld fyri lægri kurs enn tað. í gjár vórðu 232 partabrøv í Atlantsflogi seld í keypsskálanum í Keypmannahavn, nógv tey flestu fyri kursin 202. 17 partabrøv vórðu seld fyri kursin 208. Løgtingið samtykti 12.februar, at Atlantsflog skal keypa aftur triðingin av felagnum, sum varð einskildur í 2007. Fyrireikingarnar eru nú í gongd, og tær kunnu taka ein til tveir mánaðir afturat. Nevndin í Atlantsflogi ger eitt ítøkiligt uppskot um afturkeypsætlan og afturkeypstilboð, sum verður lagt fyri partaeigararnar til góðkenningar sambært galdandi reglum. Uppskotið verður lagt fyri aðalfundin hjá felagnum, har heimild verður givin nevndini at keypa aftur privata partapeningin. Fortreytin fyri at keypa privatu partabrøvini er, at landsstýrið eftir keypið hevur í minsta lagi 90 av atkvøðurættinum í felagnum. Norðlýsið skrivar, at til 26. februar vórðu fiskað 1249 tons. Trolarin Brestir hevur fiskað nógv mest, 442 tons, síðani skipið fór úr Føroyum um hálvan januar. Jóanis Nielsen skrivar á sínari heimasíðu, at Brestir er í St. Pierre og landar. Váðasteinur var fyrsta línuskipið, sum fór yvir, og hann hevur landað einaferð í Føroyum, og er á veg yvir aftur. Kambur hevur fiskað 117 tons, Klakkur 62, Phoenix 109, Sjagaklettur 197, og Vesturleiki 185 tons. Tingkvinnan hjá Tjóðveldi, Sirið Stenberg, hevur sett Anniku Olsen, landsstýriskvinnu fyrispurning um, hvørji fólk skulu búgva í nýggja sambýlinum fyri sálarsjúk, sum verður bygt í vesturbýnum í Havn. Siri Stenberg undrast á, at landsstýriskvinnan í almannamálum í miðlunum vísir á, at tað er ikki víst, at tey, sum búgva á Psykiatriska deplinum, fáa framíhjá rætt til búpláss á sambýlinum, og at landsstýriskvinnan letur upp fyri møguleikanum, at onnur fólk møguliga kunnu fáa pláss. Tá ið Løgtingið samtykti at byggja sambýli í Havn til fólk við sálarsjúku, var tað við tí í hyggju at útvega teimum fólkum, sum í áravís hava verið fastbúgvandi á Psykiatri ska Deplinum eitt varandi heim, sigur Sirið Stenberg. Hon setur fram spurningin fyri at fáa greiðu á, um trygd kann fáast fyri, um fastbúgvandi fólkini á Psykiatriska deplinum, nú endiliga fáa sítt egna heim ella ikki. Yvirlitið hjá løgmanni við almennum nevndum og ráðum hevur nú elvt til eitt uppskot um lógarbroyting. Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin vilja hava javnstøðulógina broytta, so hon eisini umfatar almenn partafeløg. Tá fólk verða vald í nevndina í almennum partafelag skulu eisini, sum javnstøðulógin sigur, umleið eins nógvir limir av báðum kynum vera umboðaðir. Stóru andstøðuflokkarnir vísa á, at í teimum seks partafeløgunum, sum landið eigur, eru 36 nevndarlimir, 25 menn og 11 kvinnur. Tá eru fólkini, sum starvsfólkini velja í nevndina, tald við. Í øllum seks nevndum eru menn í meiriluta, og bara ein forkvinna er. Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin undrast eisini á, at í P f Atlantsflogi er einasta kvinnan í nevndini útlendsk og býr uttanlands. Í teimum førum, tá landsstýrið ikki eigur allar nevndarlimirnar, skal landsstýrið velja síni fólk soleiðis at á leið líka nógvar kvinnur sum menn eru í nevndini. Tað sigur Óluva í Gong, forkvinna í felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, nú rætturin til ókeypis heimasjúkrarøkt verður strikaður, og kommunurnar í staðin skulu fáa møguleika at leggja brúkaragjald á. Lóggávutingið í Ukraina biður nú Trygdarráðið hjá ST um at kalla inn til snarfund, til tess at viðgera trupulleikarnar í Ukraina, skrivar Reuters. Áheitanin kemur í kjalarvørrinum á ógvusliga ófriðinum í landinum seinastu vikurnar, har út við 100 fólk hava latið lív í uppreistrinum og ófriðinum. Høvuðsorsøkin, til at lóggávutingið í morgun heitir á Trygdarráðið, er, at hermenn fyrr í morgun høvdu kringsett og hertikið tveir flogvallir á Krim hálvoynni. Fyrr í morgun varð ein almennur flogvøllur hertikin av vápnaðum hermonnum. Hermenninir hava tó tikið seg aftur og eru flýddir av flogvøllinum aftur. Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður, spurdi, hvussu verður við loyvum at ala eitt nú á Sandsvág. Hann vísti á stóra tørvin á arbeiðsplássum í Sandoynni. Fyri júst tveimum árum síðani søkti Poul Hansen, advokatur, um aliloyvi á millum annað Sandsvág. Hann søkti fyri feløgini Kimbil og Bacalao. Men Vinnumálaráðið er ikki til reiðar enn at svara umsóknum um aliloyvi á Sandsvág. Men síðst í mars skal støða takast til alingina á Sandsvág, segði Johan Dahl í løgtinginum mikudagin. Jan Petersen hevur givið út fløguna ENTER. Í hesum sambandi vóru Jan og Anna Maria Olsen og sungu og spældu í morgunsendingini. Seinnapartin spæla tey í TUTL. Rasmus sigur, at tað er rættiliga nógv virksemi í dansifeløgunum kring landið. Sláið Ring skipar eisini fyri fleiri tiltøkum. Eisini fyri børnum og ungum fyri at fáa fleiri upp í dansin. Rasmus Joensen hevur valt í hesi fyrstu sendingini at hoyra Det er i nat en vaagenat. Dansifelagið í Havn kvøður og Hillmar Kass skipar. Birgir hevur valt at hoyra eitt av undankvæðunum til Sjúrðarkvæðini, Risin á Leittrabergi. Hann heldur, at tað er eitt gott kvæði. Tað er væl yrkt, er spennandi og hevur tann neyðuga dramatikkin. Tíverri er tað ov sjáldan at hoyra, sigur Birgir Djurhuus. Dansifelagið í Havn tekur Risan á Leittrabergi annaðhvørt ár og nú skipar Janus Kamban vanliga kvæði. Áður plagdi Kim Hanusson at skipa tað. Norðstreymoyar Dansifelag fekk betri umstøður fyrr í ár, og Heini Holm er spentur, hvussu undirtøkan í vetur. Dansifelagið keypti fyri tveimum árum síðani gomlu dansistovuna í Kvívík og nú er hon út og umbygd, so umstøðurnar eru góðar. Heini Holm, sum er hvalbingur og hevur kvøðið við millum annað sumbingum, heldur, at tað er ein fragd fyri eyga og oyra at dansa saman við norðstreymoyingum. Hann hevur valt at hoyra Grettiskvæði, sum Dávur Emil Samuelsen, í Vík, skipar. Greiningin umfatar 20 fjós, sum eru í smápartafeløgum. Seks teirra høvdu hall í 2011, men í 2012 var støðan nakað frægari, tí tá høvdu fýra fjós hall. Greiningin, sum umfatar tey fimm árini frá 2008 til 2012, vísir, at bara sjey mjólkarbøndur høvdu yvirskot øll árini. Ein bóndi hevði hall fýra av teimum fimm árunum. Miðalúrslitið hjá øllum 20 smápartafeløgunum var millum 1,4 og 2,9 milliónir krónur Fíggjarliga støðan ger, at torført er hjá teimum, sum hava mjólkneyt, at gera nýggjar íløgur. Og framleiðslutólini verða ikki endurnýggjað nóg skjótt. Tað er neyvan vantandi íløguhugur, men vantandi fíggingarmøguleikar, sum avmarka íløgurnar. Harafturat forða torgreiddu ognarviðurskiftini fyri, at vinnan støðugt endurnýggjar seg, sigur Januar. Skuldin hjá teimum 20 smápartafeløgunum var 50,6 milliónir krónur við árslok 2012. Januar ger nú eina neyvari greining, sum verður løgd fyri aðalfundin hjá Mjólkarvirki Búnaðarmanna tann 21.mars. Elis sigur, at tað var ein hvøkkur at fáa at vita, at hann hevði Parkinson. Familjan hevur havt nóg nógvar trupulleikar av sjúku, og nú kemur hetta aftur at. Men eg fáí góða hjálp, so sjúkan ikki tekur leiðsluna, sigur Elis Poulsen. Smílið er erligt, hóast heldur veikt av sjúkuni Ein lurtari setti ein tryggingarspurning í morgun Hey GMF Føroyar Herfyri hoyrdust í ymiskum donskum sjónvarpsrásum, um at danir ikki longur vóru so væl tryggjaðir, tá ið teir skuldu uttanlands, tí okkurt av teirra tryggingarkortum, gult, reytt ella hvør liturin nú var, var fallin burtur. Kundu tit ikki tikið tað upp í tykkara sending, um hvussu væl vit føroyingar eru tryggjaðir, tá vit ferðast uttanlands. Er vanligur familjutryggingarpakkin nóg góður o.s. fr., ella er tað neyðugt við eini eyka trygging ferðatrygging Rúni Bro Róin, ein av stjórunum í CIP, sigur í samrøðu við Sosialin, at nú størsta, einstaka íløgan í føroyska undirstøðukervið er vorðin almenn, má staðfestast, at tá avtornaði gjørdi landsstýrið nakað annað, enn tað segði seg vilja gera. Hann vil tó ikki gera viðmerkingar til, um málið um Eysturoyartunnilin, sum kortini ikki gjørdist privatur, hevur skatt Føroyar sum íløguland. Tá avtornaði var CIP tann einasti, sum hevði áhuga fyri at gera Eysturoyartunnilin eftir leistinum, sum landsstýrið ætlaði. Funnist varð at landsstýrinum, at CIP kundi krevja tað avkast av íløguni, sum felagið vildi. Føroyar eru ikki longur á radaraskíggjanum hjá CIP. Eysturoyartunnilin hevði verið ein minni íløga hjá okkum, og eg ivist í, hvussu nógvar íløgur av hasi støddini verða gjørdar í Føroyum, sigur Rúni Bro Róin í samrøðuni við Sosialin. Hann væntar, at milliónin, sum break fee avtalan sigur, at CIP skal hava í endurgjaldi, kemur á kontu fyrsta dagin. Maður skrivar, at hansara góði vinmaður vigar alt ov mikið. Hann vil so fegin hjálpa honum, men hann torir ikki at siga tað við hann Kvinna skrivar um pápa vinkonuni hjá dóttrini. Hann koyrir fullur við dóttrini. Hon vil so fegin siga tað við hann, men veit als ikki, hvussu hon skal siga tað. Ein maður skrivar, at hann hevur verið giftur í 25 ár. Konan livir bara fyri børnunum og ger alt fyri tey, mannin hevur hon heilt gloymt. Maðurin hevur roynt at greitt konu og børnunum frá, hvat hann heldur, men ongin lurtar eftir honum. Maður skrivar, at hann var einkjumaður, men er giftur aftur og hevur fingið børn. Børnini frá fyrru giftuni finnast at og ákæra pápan at hava borið seg illa at. Tí hann læt nýggju konuna heilt taka yvir. Myndir av mammuni hvurvu og tað var teimum ikki loyvt at nevna mammuna. So tey syrgja teirra deyðu mammu og harmast um ein livandi pápa, sum ikki megnaði at vera rættur pápi hjá børnunum. Sjey sangir eru á fløguni, seks á enskum máli og ein á føroyskum. Janus Rasmussen hevur tikið upp og framleitt fløguna saman við Guðrið. Silju hevur altíð dámað væl at dansa og kvøða. Umframt at dansa regluliga í Klaksvíkar Dansifelag hevur hon barnadans norðuri í Sundum. Børnini í Norðdepli og Hvannasundi eru ágrýtin og tey møta hampiliga væl upp. Silja hevur valt at hoyra Veðratáttin, sum Tummas N. Djurhuus yrkti, og sum ein annar ungur dansari í Klaksvík, Ólavur Syderbø, skipar. Síðani hevur hon valt at hoyra vísuna Har bylgjan leikar, sum Mourentius Viðstein yrkti. Høgni Debes skipar. Eysturoyar Dansifelag kvøður. Deyðastund Sigmundar er eitt kvæði, sum Jónleif Johannesen hevur yrkt, og tað fer Klaksvíkar Dansifelag at kvøða. Jónleif sjálvur skipar. Jón í Bø fer síðani at skipa Tá eg verði stórur, sum Jacob Hansen, Havna Jákup, yrkti. Vit hoyra Vága Dansifelag. At enda hevur Silja valt at hoyra nólsoyingar kvøða Ole Morske. Talan er um eina upptøku við nólsoyingum frá 1959. Sjálv plagar hon at skipa Ole Morske. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, boðaði í gjár frá, at hann tók aftur uppkotið hjá Kára P. Højgaard um privata Eysturoyartunnilin. Men tað bar ikki til, tí ein tingmaður tók málið uppaftur. Og tað var Kári P. Højgaard. Uppskotið um Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin er farið í Rættarnevndina, sum hevur sett tað á dagsskránna týsdagin. Kári P. Højgaard sigur, at sjálvandi er Sjálvstýrisflokkurin framvegis við í politisku semjuni um almennu tunnilsloysnina. Næstu tvær vikurnar eru tað børnini, ið skipa morgunlesturin í útvarpinum. Hoyr her, hvat børn í Føroyum millum annað leggja dent á, tá tey fara at skipa fyri lestrunum. Í prinsippinum eigur eingin at fara á skaðastovuna, uttan at hava tosað við kommunulækna ella læknavatkina fyrst. Og nú roynir Landssjúkrahúsið at vegleiða fólk, hvussu tey brúka skaðastovuna. Bæði landsstýriskvinnan í almannamálum og forkvinnan í Trivnaðarnevndini leggja dýran við, at tað ongantíð hevur verið ætlanin at leggja brúkaragjald á sjúkrarøktartænastu. Kortini er galdandi áseting um, at tænastan er skattafíggjað, strikað. Í staðin er uppskot gjørt um nýggja lógargrein, sum loyvir kommununum at taka gjald fyri heimasjúkrarøkt. Trolvirkið Vónin, Royal Greenland og Marine Institute í Kanada eru farin saman um eina menningarverkætlan. Nora hevur stuðlað ætlanini við 300.000 krónum. Endamálið er menna eitt nýtt rækjutrol, sum ger minni umhvørvissligan skaða og minkar um oljunýtsluna hjá skipunum, sum trola eftir rækjum. Oljan er sera dýr, so málið er at gera eitt trol, ið minkar um oljunýtsluna, og samstundis bøtir um fiskiskapin og at skilja hjáveiðina, sigur Kristian Zachariassen, granskingar og menningarstjóri hjá Vónini, við grønlendska kringvarpið. Viktor Janukovitsj segði á tíðindafundinum, at talan var ikki um eina kollvelting, men at hann varð noyddur at flýggja úr Ukraina av einum minniluta, ið hótti hann eftir lívinum. Janukovitsj sigur, at fyribils lóggávutingið, ið er sett, er ólógligt og er mannað av ungum fasistum, sum bert er umboðað av einum minniluta av fólkum í Ukraina. Í morgun ákærdi Russland Ukraina fyri at hava skipað fyri eini vápnaðari innrás, tá tveir flogvallir á Krim hálvoynni vórðu hertiknir ein almennur og ein hernaðarligur. Viktor Janukovitsj sigur, sambært BBC , at ætlan hansara ongantíð var at flýggja úr Ukraina, tá ófriðurin var í hæddini, men at hann kendi seg noyddan at flýggja. Tað, sum nú gongur fyri seg, er lógloysi, væntandi virðing fyri myndugleikunum og beinleiðis yvirgangur, segði Janukovitsj á tíðindafundinum fríggjamorgunin. Einasti vegurin, úr kreppuni hjá Ukraina, er at seta í verk avtaluna, Janukovitsj í farnu viku skrivaði undir við tríggjar andstøðuleiðarar, verður hann endurgivin fyri at siga. Ein av dómarunum í Stella Polaris kappingini fyri ungar klassiskar tónleikarar er danski blokkfloytuspælarin Michala Petri. Hon verður gestur í Vangamyndini í Degi og Viku í kvøld. Michala Petri hevur frá barnsbeini verið úrmælingur á blokkfloytuni og byrjaði longu ellivu ára gomul at fáa undirvísing á lærda tónleikaháskúlanum í Hannover. Hon hevur staðið á fremstu tónleikapallum kring heimin, hevur sum solistur spælt saman við symfoniorkestrum og kamarorkestrum, og hevur spælt inn fløgur við tónleiki fyri blokkfloytu, sum hon hevur fingið virðislønir fyri. Nógv samstarv hevur Michala Petri við danska guitarspælaran Lars Hannibald, og tey bæði skulu millum annað á konsertferð í Suðurkorea í apríl mánaði. Michala Petri hevur eisini havt fleiri konsertir í Føroyum, seinast í Norðurlandahúsinum saman við guitarspælaranum Ólavi Jakobsen. Linasti dómurin var 4.500 krónur í bót fyri tríggjar plantur, svarandi til 52,4 gramm av hampi, og harðasti dómurin var treytaleys fongsulsrevsing í átta mánaðir fyri 2,6 kilo. Átta fólk eru í dag dømd í Føroya rætti í mongu málunum um skunkplantur og hampfræ. Ein kvinna er frídømd fyri at verið við í tí eina málinum. Ungi maðurin, sum er skuldsettur fyri at hava stungið fýra fólk í Norðdepli í fjør summar, skal sita í varðhaldinum í fýra vikur afturat. Hann skal sita í varðhaldi til 28. mars, men hesaferð er orsøkin ikki, at mentalkanningin og persónskanningin ikki eru lidnar, tí tað eru tær. Men persónsskaðarnir, sum ungi maðurin elvdi til, gera, at rætturin heldur, at hann skal verða verandi í varðhaldi, sigur verjin, Jógvan Páll Lassen. Sambært Føroya rætti er nú grundaður illgruni um, at maðurin ætlaði at drepa. Hann hevur alla tíðina verið skuldsettur fyri millum annað drápsroynd, men rætturin hevur higartil varðhaldsfonglað mannin, tí grundaður illgruni er um, at hann hevur skatt fólk við grovum harðskapi. Maðurin hevur nú verið í varðhaldinum í meira enn hálvt ár. Málið kemur fyri í Føroya Rætti 28. apríl og tvær vikur eru fyribils settar av til rættarmálið. Í løtuni verður málið fyrireikað, og so leingi sum ákæruvaldið ikki hevur reist ákæru móti manninum, er ikki greitt um talan verður um nevningating. Tað veldst um, hvørja grein í revsilógini, ákæruvaldið grundar ákæruna á. Mánadagin er at finna grýlubúnan fram, tí vit fara at finna ársins grýlu. Tað einasta tú skalt gera er at posta eina mynd av tær sjálvum á veggin hjá Góðan morgun Føroyar á facebook. Besta grýlan verður funnin týsmorgunin, og vinnarin vinnur 4 stk grávubrøv til sjálvtøkuborðið hjá Pizza 67. Eitt gott høvið at bjóða trimum øðrum grýlum út at hugna sær. Mánadagin er føstulávintsmánadagur. Og í tí sambandi fer Góðan Morgun Føroyar at kjósa ársins grýlu. Tað einasta tú skalt gera, er at posta eina mynd av tær á okkara vegg ílatin sum ein grýla. Týsmorgunin kjósa vit ársins grýlu og besta grýlan vinnur 4 gávukort á buffet hjá Pizza 67. Kristian Petersen, stjóri í Fiskaaling, sigur, at best er at sleipa ringarnar til lands, so at ringarnir kunnu umvælast á deyðavatni. Í 2012 vórðu staðfestir 14 miljónir tilburðir av krabbameini, og serfrøðingar meta, at í ár 2030 verða 22 miljónir fólk, sum fáa krabbamein um árið. Tað stendur í einum skrivligum fyrispurningi til ES tingið, um hvat ES ætlar at gera fyri at gera limalondini meiri tilvitað um støðuna og at steðga gongdini. Sambært frágreiðingini, er royking, ígerðarsjúkur, rúsdrekka, fiti, vantandi rørsla, geisling, dálking, at føða børn lutfalsliga seint í lívinum og at tað ikki riggar kunna geva bróst, høvuðsorsøkin til krabbamein, stendur sum viðmerking til fyrispurningin. Í 2010 vórðu árligu útreiðslurnar fyri allan heimin í sambandi við krabbamein mettar til 1160 miljardir dollarar, svarandi til 6.328 miljardir krónur. Hetta er ein gyltur møguleiki hjá Gibraltar at prógva, at teir kunnu spæla við í altjóða fótbólti, og tí vænti vit harða mótstøðu leygarkvøldið, segði Lars Olsen, landsliðsvenjari, millum annað á tíðindafundinum, sum varð hildin eitt gott samdøgur áðrenn landsdystin millum Gibraltar og Føroyar. Úrslitið ímóti Slovakia vísir, at Gibraltar hevur eitt gott landslið, og nú teir skulu spæla fyrsta dyst á heimavølli síðan limaskapin í UEFA, vilja teir gera alt fyri at vísa sínum áskoðarum, at tað var rætt at fara upp í altjóða fótbólt. Men vit eru væl fyrireikaðir, so eg vænti ein harðan og tættan dyst, segði Lars Olsen, við gibraltesisku fjølmiðlarnar. Sambært nýggja forsætisráðharranum, Arsenij Jatsenjuk, sum fyrr hevur verið fíggjarmálaráðharri í landinum, hava frákoyrdi forsetin og familja hansara og starvsfelagar framt eina umfatandi korruptión, sum hevur gjørt tey ófatiliga múgvandi. Úrslitið er, at landskassin er nærum tómur og landið er um at fara á húsagang. Nýgga stjórnin í Ukraina hevur heitt á nógv lond í Evropa um at steingja allar bankakontur, sum frákoyrdi forsetin og hansara næstringar standa fyri. Higartil hava trý lond svarað, at tey hava stongt konturnar, men roknað verur við, at nógv fleiri fara at gera tað sama. Amerikanski forsetin sigur avgjørdur, at russiska virksemið er brot á altjóða lóg og eisini brot á skyldurnar, Russland hevur mótvegis Ukraina. Barack Obama hevur áður sagt, at hann hevur stórt álit á fyribilsstjórnini í Ukraina. Nú hevur leiðarin fyri Krim landslutin biðið russiska forsetan Vladimir Putin um hjálp. Svarið úr Moskva er, at russiska stjórnin fer at viðgera umbønina. Ukrainski verjumálaráðharrin sigur, at Russland hevur sent 6000 hermenn til Ukraina. Samstundis segði hann, at ukrainski herurin er til reiðar at verja landið, skrivar Reuters. Føroya Løgting hevur fingið 31 lógaruppskot frá Føroya Landsstýri. Eitt av uppskotunum, ið eru latin inn, er uppskotið um samsýning landsstýrismanna. Uppskotið hjá óhefta serfrøðingabólkinum, ið handaði løgmanni tilmælið um samsýningarnar hjá landsstýrisfólkum í fjør, er framlagt óbroytt. Nú verður tað upp til Løgtingið at gera av, um verandi skipan skal broytast ella ei, sigur løgmaður Kaj Leo Holm Johannesen. Millum onnur uppskot, ið Løgtingið í næstum skal taka støðu til, eru løgtingslóg um loyvisgjald á alivinnu, uppskot til løgtingslóg um førleikameting og uppskot til løgtingslóg um Etiskt ráð. Um tú ert kvinna, sum hevur trupult við at gerast við barn, ilt við at halda upp á vatnið ella hevur niðursjúnkaða lívmóður, mást tú bíða í hálvt annað ár eftir at fáa hjálp. Bíðitíðin eftir at sleppa til gynekologiskar kanningar á Landssjúkrahúsinum er ógvuliga long. Í løtuni sleppa tær kvinnurnar, sum fingu sína ávísing í september 2012 framat. Hetta er sera óheppið fyri kvinnurnar og gongur út yvir lívsgóðskuna hjá teimum, sigur Katrin Kallsberg, serlækni, sum leggur dent á, at talan er um kvinnur, sum hava trupulleikar, sum ikki eru lívshættisligir. Fossá hevur hevur keypt skipið úr Noregi frá felagnum Frøyanes, sum hevur fingið stállínuskipið Venus í umbýti. Varðin í Gøtu er nú partaeigari í Fossá, og tað er fyri at styrkja tað fíggjarliga grundarlagið undir felagnum, sigur Hálvdan Gudmundsen reiðari. Reiðarin sigur, at um nøkur kvota verður eftir tá skipið er klárt at loysa, fer Eivind yvir á Flemich Cap. Nakrar smærri broytingar skulu gerast umborð. Annars fer Eivind at fiska undir Føroyum, Íslandi og eisini at troyta tær djúpu leiðirnar. Eivind er smíðaður á Solstrand skipasmiðjuni í Noregi í 1988, o g er sostatt 11 ár yngri enn Venus. Hetta skipið er harafturat fimm metrar longri og hálvan annan metur breiðari enn Venus, og motorarnir eru skiftir fyri kortum. Eivind lastar 270 tons. Venus lastaði 150 tons. 15 mans verða við Eivindi, sum kostar felagnum nakað omanfyri 20 milliónir krónur, tá klárt er at loysa. Skipið hevur navn eftir Eivindi Gudmundsen, sum andaðist í fjørsummar. Hann var ein av undangongumonnunum, tá stállínuskipini komu til landið seinast í fimti og fyrst í sekstiarunum. Enn er ov tíðliga at siga nakað um, hvussu stórur skaðin er, sigur reiðarin á got, Eyðstein Poulsen, í telefonini av sleipistøðini í Klaksvík. Tá skipið er komið upp, fer Klassin at kanna skaðan og taka støðu til, hvat gerast skal við skipið. Sum skilst, er ivasamt um skipið verður gjørt aftur. Nótaskipið Slættaberg rendi týsdagin á got við Longukaj í Klaksvík. got var júst komin av fiskileið við 40 tonsum av svartkalva. Hægstirættur vil hava ein dátugrunn, har allir dómar eru savnaðir og verða atkomiligir fyri almenningin. Málið hevur av og á verið á breddanum, og loksins eftir 30 ára tøgn, hevur Hægstirættur nú gjørt sína støðu greiða. Politiken skrivar, at henda støðutakanin kann hava við sær, at allir dómar í danska ríkinum nú fara at vera almennir. Í dag verða bara eini átta prosent av dómunum almannakunngjørdir. Henrik Møller er sorenskrivari í Føroya rætti. Hann heldur at talan er um eitt sera stórt framstig Skráin fyri hátíðarhaldið sær soleiðis út Kl. 14.00 Sigurd Petersen, fyrsti skúlastjóri á Giljanesi, letur skúlan upp. Kl. 14.10 Rósa Samuelsen, borgarstjóri Bjørn Kalsø, landsstýrismaður Høgni Lauritsen, TG Verk, Regin Marnersson, skjúlastjóri, og Jóhannes Ellefsen, formaður í bygginevndini, siga nøkur orð. Kl. 15.00 18.00 Fólk hava møguleikan at síggja skúlan. Fleiri leikarar fáa møguleikan í kvøld, eitt nú er greitt, at málverjarnir Teitur Gestsson og Tórður Thomsen fáa hvør sín hálvleik í málinum. Arbeiðsorkan á gynekologiska ambulatoriinum á LS er avmarkað. Trý størv eru normerað, men bert tvey av teimum eru fulltíðarmannað. Avleiðingin er, at bíðitíðin hjá teimum kvinnum, sum ikki hava bráðfeingis tørv, kann verða upp í 18 mánaðir. Fimm serlæknar í kvinnusjúkum eiga at verða í føstum starvi á Landssjúkrahúsinum, um alt økið skal verða røkt á nøktandi hátt, heldur Katrin Kallsberg, serlækni í kvinnusjúkum og yvirlækni á Landssjúkrahúsinum. Arbeiðs og uppihaldsloyvini hjá monnunum umborð á Anitu eru sent til Danmarkar, har útlendingastýrið skal taka endaliga avgerð um øll skjøl og viðurskifti hjá útlendsku manningini umborð á Anitu eru í lagi. Løgreglan í Føroyum hevur lagt hald á passini hjá manningini, inntil avgerðin fellur. Og tað ger hon mánadagin, sigur Jón Klein Olsen er varapolitiiinspektørur. Danmarkarmeistarin á 3.000 metrum innandura eitur Marnar Djurhuus. Marnar er farin til Danmarkar at luttaka í DM hetta vikuskiftið, og í dag eydnaðist tað honum at vinna gull við tíðini 8.49 umleið fýra sekund framman fyri nummar tvey. Í morgin er aftur kapping, og tá skal Marnar Djurhuus renna 1.500 metrar. Stórur dagur er í Sandavági og Miðvági í dag, tí seinnapartin varð nýggi skúlin á Giljanesi alment tikin í nýtslu. Gongur sum ætlað, verða tvey byggistig afturat. Annað byggistig, sum eftir ætlan skal í gongd í 2017, skal hýsa serstovunum, sum í dag eru í gamla skúlanum á Giljanesi. Og triðja byggistig knýtir alt saman. Her er ein reportasja av Giljanesi. Stjórin á Landssjúkrahúsinum, Sigurd Ó. Vang, ásannar tørvin á serlæknum í kvinnusjúkum, sum eitt nú hevur við sær langan bíðilista av kvinnum, sum skulu til ymsar kanningar hjá serlæknunum. Men serlæknarnir eru so fáir í tali, og tí er trupult at fáa nakran til Føroya, sigur Sigurd Ó. Vang, stjóri á Landssjúkrahúsinum. Umleið 470 kvinnur standa á bíðilista eftir at sleppa til kanningar hjá serlækna í kvinnusjúkum. Talan er um kvinnur, ið hava trupulleikar og sjúkur, ið ikki eru lívshættisligar. Í løtuni sleppa tær kvinnur, ið hava fingið ávísing í september 2012 fram at á gynekologiska ambulatoriinum. Føroyar eru á odda 1 2 í vinardystinum ímóti Gibraltar. Gibraltar kom á odda í 22 min. Men í 26 min javnaði Jóan S mun Edmundson, og so var støðan 1 1. Í 35 minutti legði Christian Lamhauge Holst Føroyar á odda 1 2. Leggjast kann afturat at Fróði Benjaminsen brendi eitt brotsspark í 41 min. Føroyar hevur bóltin nógv og hava havt fleiri royndir á máli hjá Gibraltar. Tit kunnu streama dystin við at trýsta á hetta linkið. Vinardysturin er liðugur, og Føroyar vann heili 1 4. 1 0 22 min 1 1 26 min Jóan Símun Edmundson 1 2 35 min Christian Lamhauge Holst 1 3 59 min Hallur Hansson 1 4 68 min Christian Lamhauge Holst Dómararnir høvdu nógv at tosa um og teir tóku sær eisini neyðugu tíðina, áðrenn úrslitið av talentkappingini varð kunngjørt í stóru konserthøllini í Norðurlandahúsinum. Tá tey so komu á pallin, var eingin ivi. 22 ára gamli Mattias Kapnas, sum spælir klaver, hevði vunnið Stella Polaris kappingina 2014. Nummar tvey varð Alvi Joensen, ið spælir klassiskan guitar, og nummar trý varð Heiðrun Petersen, ið spælir violin. Mattias var avgjørt rætti vinnarin. Hann er nakað serligt og hann hevur serliga góðan teknikk. Eisini hevur hann ment seg óvanliga nógv seinastu tvey árini, sigur Sunleif Rasmussen tónaskald, sum var millum áhoyrararnar í kvøld. Alda Sigurdsdóttir Lamhauge og Aksel Remmel í felag vunnu kappingina fyri tónleikararnar undir 18 ár og Vár Iversen Lindenskov var nummar eitt hjá teimum undir 12 ár. Stella Polaris er nýggj talentkapping, ið skal vera eitt vakstrarrúm hjá ungum, klassiskum tónleikarum undir 24 ár. Ætlanin er, at kappingin skal vera eitt afturvendandi tiltak, men enn er ikki greitt um tað verður á hvørjum ári. Vit hoyra 8. part av bókini Bjørnin Alfred og hundurin Sámuel fara úr pappeskjuni. Bjørnin Alfred og hundurin Sámuel vakna ein morgun á loftinum og eru burturgloymdir í einari pappeskju. Har liggja teir saman við øðrum kloddutum toydýrum. Spakuliga fara teir at minnast eitt sindur av tí, sum hendi Fyrr í Tíðini, tá ið Óla Martin tók teir við sær í song, og ein, sum æt Gerhardsen, var fittur við øll smádýr. Nú vilja teir út í verðina at leita eftir Óla Martini og kanska Gerhardsen Á ferðini verða teir vísir í einum Aftur í pappeskjuna skulu teir ikki Størsta gransking av sínum slagi hevur staðfest, at børn, sum hava pápar, ið eru eldri enn 45 ár, eru í størri vanda at fáa autismu, gerast manio depressiv og skizofren, og at hava lægri intelligenskvotient í mun til onnur børn. Tað vísir nýggj gransking, sambært blaðnum The Telegraph. Kvinnur hava verið ávaraðar um, at tær ikki skulu bíða við at fáa børn, men av tí at mannfólk ikki koma í skiftisárini, hava teir hildið, at eingin vandi er í at gerast pápi tá tú ert tilkomin. Men so er ikki. Sáðgóðskan versnar og møguleiki fyri, at DNA ið broytist er eisini størri, sum árini ganga. Men kanningar, sum eru gjørdar á lærda háskúlanum í Indiana, hava kannað, hvussu meira enn tvær miljónir børn, sum eru fødd millum 1973 og 2001, hava klárað seg. Og granskarar hava sæð eina ræðandi gongd. Nýføðingar, hvørs pápi er 45 ára gamal ella eldri, eru í 13 ferðir størri vanda fyri at hava ADHD, enn nýføðingar hjá pápum, sum eru 24 ára gamlir. Og tey eru hálvafjórðu ferð í størri vanda at hava autismu og 25 ferðir størri vanda at gerast manio depressiv. Brian D Onofrio, professari við lærda háskúlan í Indiana sigur við The Telegraph, at granskararnir eru ovfarnir av, at aldurin hevur nógv størri ávirkan, enn kanningar fyrr hava víst. The Telegraph hevur dømi um eldri pápar, td. fyrrverandi bretski forsætisráðharrin, Gordon Brown, sum 55 ára gamal gjørdist pápi, og sangarin, Paul McCartney, gjørdist pápi, tá hann var 61 ár. Brian D Onofrio, professari, leggur tó aftrat, at tað er týdningarmikið at vita, at vandi fyri at fáa hesar sjúkur er lítil, og at ikki allir tilkomnir pápar fara at fáa hesar trupulleikar. Størri gransking skal til, áðrenn vit koma við tilmælum til pápar, sigur hann við The Telegraph. Fríggjadagin hittust leiðarar, varaleiðarar, álitisfólk og aðrir lyklapersónar innan eldraøkið í Norðoyggjum í byráðshøllini í Klaksvík. Óluva Klettskarð, forkvinna í trivnaðarnevndini hevði boðið til fundar. Vit ynskja at fáa eitt so gott innihald og so góða tænastu á eldraøkinum, sum til ber, eftir at kommunan hevur fingið ábyrgdina av tí, og besti háttur at røkka tí málinum er at spyrja tey, sum leiða og starvast innan hetta økið og tilhoyrandi áhugafeløgini, tí tey hava førleikarnar, royndirnar og vitanina innan eldraøkið, sigur Óluva Klettskarð í tíðindaskrivi. Umleið 40 fólk vóru við á fundinum. Hesin parturin av fyrireikingunum snýr seg um sjálvt innihaldið í eldratænastunum, og her kom nógv viðkomandi fram, sum vit skráseta og taka við í víðari fyrireikingarnar. Ætlanin er, at hesi fólkini hittast aftur, so vit í felag fáa ment tankar og hugsanir, sigur Óluva Klettskarð. Umframt tænasturnar og innihaldið, so snýr yvirtøkan av eldraøkinum seg eisini um tveir aðrar høvuðspartar tann fíggjarliga og tann bygnaðarliga. Fíggarligi parturin er ógvuliga umráðandi at lýsa gjølla. Og triði høvuðsparturin av hesum máli fevnir um, hvussu kommunurnar skipa stýringina av eldraøkinum í Norðoyggjum. Her hava borgarstjórarnir havt nakað av samskifti, sum fer at halda fram komandi tíðina, sigur Óluva Klettskarð, forkvinna í trivnaðarnevndini. got er nú tikin uppá beding, eftir stóra skaðan, tá nótaskipið Slættaberg týsdagin rendi á got við langukaj í Klaksvík. Arbeitt verður í dag umborð á bátinum við at staðfesta, hvussu stórur skaðin er. 22 ára gamli Mattias Kapnas, sum spælir klaver, vann stóru finaluna í talentkappingini Stella Polaris í Norðurlandahúsinum í gjárkvøldið. Stella Polaris er nýggj talentkapping, ið skal vera eitt vakstrarrúm hjá ungum, klassiskum tónleikarum undir 24 ár. Tilsamans 27 ungfólk vóru við í kappingini, og innleiðandi umfarið var fríggjadagin. Dómararnir høvdu nógv at tosa um og teir tóku sær eisini neyðugu tíðina, áðrenn úrslitið av talentkappingini varð kunngjørt í stóru konserthøllini í Norðurlandahúsinum. Tá tey so komu á pallin, var eingin ivi. 22 ára gamli Mattias Kapnas vann Stella Polaris kappingina 2014. Aftur í dag megnaði Marnar Djurhuus at vinna gull í DM. Hesaferð vann hann í 1500 metrum. Tíðin hjá honum 4.05.85, og var hann eitt sekund frammanfyri nummar tvey. Túsundtals russiskir herðmenn eru á ukreinsku hálvoynni Krim, og russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur fingið undirtøku frá russiska tinginum at nýta herðnaðarmegi í økinum. Tað, sum Russland ger í Ukreina, er brot á sáttmálan hjá ST. Tað hóttir friðin og trygdina í Evropa , sigur aðalskrivarin hjá herðnaðarfelagskapinum NATO, Anders Fogh Rasmussen. Sendifólkini hjá londunum í Nato eru í dag innkallað í skundi til Brussel at umrøða, hvat skal gerast við russisku herðnaðardeildirnar á Krim. Fyrrverandi herðnaðarleiðarin hjá NATO í Evropa, James G. Stavridis, skrivar í blaðnum Foreign Policy, at hann metur, at Nato skal fyrreika seg uppá eina russiska innrás í øllum Ukreina. Trygdarráðið í ST hevði ein fund í gjár um støðuna, men endaði fundurin úrslitaleysur. Tað er kanska onki at vera bilsin um, tí Russland hevur vetrorætt í trygdarráðnum. Amerikanski forsetin Barack Obama tosaði við Vladimir Putin í hálvanannan tíma í telefon í nátt, men heldur ikki teir báðir funnu nakra loysn. Í morgin hittast teir 28 uttanríkisráðharrarnir í ES at tosa um støðuna. Danska blaðið Politiken skrivar, at fleiri lond vilja seta handilsbann í verk móti Russlandi. Hesa vikuna og í næstu viku, skriva børn í 6. og 7.flokki morgunlestrar. Tey lesa sjálvi. Í dag lesur og skrivar Lív Johansen í 6. flokki á Giljanesi. Leiðararnir í heimsins førandi ídnaðarlondum fordøma, at Russland hevur sent hermegi inn í Ukraina. Og tey sjey londini avlýsa allar fyrireikingar og alt virksemið í sambandi við næsta toppfundin hjá G8 londunum, sum skal verða í Russlandi í juni. Hetta hendir eftir at Russland hevur sent herfólk á ukrainsku hálvoynna, Krimm. Í eini felags fráboðan siga leiðararnir í Kanada, Fraklandi, Týsklandi, Italia, Japan, Stóra Bretlandi og USA saman við formanninum í ES Ráðnum og ES kommissjónini, seg fordøma at Russland ger seg inn á sjálvstýrið hjá Ukraina. Vit hava higartil avgjørt, at vit luttaka ikki í fyrireikingunum til næsta G8 toppfundin í Sochi í juni, siga tey sjey londini í fráboðanini. Og amerikanski uttanríkisráðharrin John Kerry hevur sagt, at Russland setur sín limaskap í G8 í váða og kann verða hildið uttanfyri. Mett verður, at støðan í Ukraina kann hava við sær størstu uppgerðina við Russland, síðani kalda kríggið, skriva tíðindastovurnar Ritzau og Reuters. Í dag fara strandarlondini enn eina ferð at royna at fáa semju um makrelkvotuna í 2014. Hesa ferð eru samráðingarnar í Edinburg. Tað skilst, at ES vil lata nakað, so Føroyar og Ísland kunnu fáa størri part av heildarkvotuni, men í Norra eru tey ikki so hugað at slaka nevnivert. Kjell Ingebrigtsen í Norges Fiskarlag sigur við FiskeribladetFiskaren, at Norra fer ikki at lata ein fjórðing av sínari kvotu, so Føroyar og Ísland kunnu fáa meira. Hann vil ikki vátta, at Norra fer úr 29 niður í 22 prosent av heildarkvotuni. Kjell Ingebrigtsen sigur, at nú noyðast Føroyar og Ísland at slaka í sínum krøvum. Norskir fiskimenn vilja ikki, at Norra letur frá sær ein part av sínari kvotu. Norski samráðingarleiðarin, Ann Kristin Westberg, hevur sagt, at heildarkvotan í ár verður 1,3 milliónir tons, og Norra eigur 22 prosent. Men Føroyar og Ísland vilja ikki taka av. Fiskifrøðingar mæla til, at ikki verður fiskað meira enn knappliga 900.000 tons av makreli í ár. Makrelstríðið millum ES, Norra, Føroyar og Ísland byrjaði í 2010, tá Føroyar ikki vildu góðtaka býtislykiln, sum tá var. Eisini Ísland krevur meira makrel enn ES og Norra góðtaka. Tað er ikki ólógligt í Føroyum at eiga hampfræ, so leingi tey ikki verða brúkt til at dyrka skunkplantur, sum so aftur verða brúktar til at gera hash ella marihuana. Tað sigur ein av teimum sjey dómunum hjá Føroya rætti fríggjadagin móti fólkum, sum vóru ákærd fyri at hava skunkplantur og gera rúsevni. Tað er ikki brot á lógina um rúsevni ella á aðra lóg í Føroyum at eiga hampfræ. Tí varð tann eini ákærdi frídømdur fyri tað, tí tað var ikki prógvað, at ákærdi hevði nakra ætlan um at brúka fræini. Í øðrum málum vórðu fólk dømd, tí tey høvdu brúkt hampfræini. Samstundis sum spenningurin í økinum veksur, eru russisku partabravavirðini í fríum falli í keypsskálunum, og veruligur ekki er á russiskum íleggjarum. ES uttanríkisráðharrarnir hittast til kreppufundar í Brússel í dag, og semja er teirra millum, at tað er langt síðan at Evropa hevur upplivað eina líknandi kreppu. Kreppan í Ukraina er størsta kreppan í Evropa hesa øldina, sigur bretski uttanríkisráðharrin, William Hague. Hann vísir á, at Russland hevur loyvið at hava herfólk á herstøðunum á Krim, men so skulu teir eisini halda seg á herstøðunum og ikki aðrastaðni, sigur bretski uttanríkisráðharrin. Hann heldur, at bresta herdeildir hjá Ukraina og Russlandi saman, so er úrslitið greitt frammanundan. Ukraina hevur ongan møguleika móti Russlandi. Hinvegin vilja báðir parta ivaleyst sleppa undan samanbrestum. Snøgt sagt tí tað snýr seg um møgulig búskaparlig revsitiltøk, og russiska umdømið í umheiminum, sigur fyrrverandi norski verjuovastin, Sverre Diesen við NRK. Samstundis sum russiskir hermenn savnast á smala markinum millum Russland og Krim hálvoynna, fellur russiski rubilin við fullari ferð. Russiski miðbankin hevur eisini óvæntar hækkað stýringsrentuna úr 5,5 til 7,0 prosent. Sambært Bank Rossij varð nýggja rentan sett í gildi kl. 8.00 fyrrapartin í dag. Ongantíð áður hevur ein mynd á Twitter drigið so nógva ferðslu, sum myndin, ið Ellen DeGeneres legði á sosiala miðilin Twitter í nátt frá Oscar handanini. Ellen DeGeneres, vertur á Oscar 2014, rópti nakrar av teimum mest kendu sjónleikarunum í heiminum saman, og tók eina mynd og legði myndina á Twitter. Hetta var eisini meira enn tøknin handan Twitter megnaði at handfara. Twitter lá stilt eina løtu, tí fólk í túsundatali deildu myndina hjá EllenDeGeneres um aftur. Eftir bert trimum minuttum varð myndin blivin deild 80.000 ferðirnar, og umleið trý korter seinni varð myndin blivin deild eina millión ferðirnar, skrivar The Independent . Á myndini síggjast nakrir av heimsins mest kendu sjónleikarum, teirra millum Julia Roberts, Meryl Streep og Kevin Spacey, ið um dagarnar er kendur fyri røðina House of Cards. Ólavur Syderbø av Húsum dansar bæði í Kalsoynni og í Klaksvíkar Dansifelag. Dansurin á Húsum var á fallandi fóti, men tá Jónleif Johannesen var lærari í Kalsoynni tóku tey dansin uppaftur. Nú dansa tey annaðhvørt sunnukvøld á Húsum á Trøllanesi. Ólavur vónar, at fólk á Syðradali og í Mikladali eisini koma uppí. Ólavur hevur valt Bukkutáttin, sum er yrktur í átjandu øld. Upptøkan er gjørd í Nólsoy síðst í fimtiárunum. Sigmund Danielsen skipar. Hann heldur táttin vera sera skemtiligan. Eisini hevur hann valt at lata sumbingar kvøða donsku vísuna, Sigmunds vísa, sum Claus Lund yrkti. Edvard Jacobsen skipar. Hetta er eisini ein gomul upptøka. Dansifelag Kaggans kvøður Fípuna Føgru. Marjun Berg skipar. At enda hevur Ólavur valt at hoyra gamla lærara sín, Jónleif, sum drong skipa vísina um Revin Reyða. Børn í Sandoynní kvøða. Tveir menn við skotvápnum byrjaðu fyrst at skjóta frá hond í rættarsalinum, áðrenn sjálvmorðsbumbumenninir sprongdu seg sjálvar og onnur í luftina. BBC skrivar, at ein dómari er millum tey deyðu. Í minsta lagi 24 fólk vórðu løstað. Enn hevur eingin tikið ábyrgdina av bumbuspreingingunum. Hetta hendir beint eftir at talibanar í Pakistan hava boðað frá vápnahvíld í ein mánaða, og eftir at stjórnin hevur boðað frá, at flogálop á militantar talibanar steðga. Talibanski bólkurin, TTP, vísir aftur, at hann hevur nakað við álopið í rættarhølinum at gera. Hvussu er við fartelefon og trygd. Tað verður ofta ávarað móti sníkum, sum kunnu sleppa inn á fartelefonirnar. Hvussu umfatandi er hetta Hvat kann henda, um sníkar koma inn í fartelefonina Um hetta er so, er tað so galdandi fyri Android, Windows og IOS Og hvussu trygt er SIM kortið Er nakað forrit, sum kann innstalerast, at fyribyrja sníkum Kirkjubøkurnar í Føroyum tala sítt týðiliga mál. Árini 1893 1904 vórðu lutfalsliga fýra ferðirnar so nógv leysingabørn fødd í Suðuroy í mun til summa aðrastaðni í Føroyum. Ein uppteljing, blaðið Frøði hevur gjørt, vísir, at 78 børn í Suðuroy vórðu fødd uttanfyri hjúnalag frá 1893 1904. Hetta svarar til 6,1 prosent av samlaða burðartalinum í oynni. Samanborið við hini støðini í landinum, Eysturoy, Norðstreymoy, Norðoyggjar, Vágar og Sandoy, vóru tølini í Suðuroy fýra ferðir hægri enn á teimum støðum. Eisini í Suðurstreymoy vórðu lutfalsliga nógv børn fødd uttanfyri hjúnalag um aldarskifti 1800 1900, kemur fram í eini grein í nýggjasta blaðnum Frøði. 35 leysingabørn vórðu fødd í Suðurstreymoy árini frá 1893 1904. Hetta svarar til 4,2 prosent av øllum føddum børnum í Suðurstreymoy um tað mundið. Meðan talið av børnum, ið vórðu fødd uttanfyri hjúnalag um aldarskifti 1800 1900, var niðanfyri tvey prosent í meginpartinum av Føroyum, var øðrvísi í Suðuroy og í Suðurstreymoy. Mongu leysingabørnini í Suðuroy og Suðurstreymoy frá 1893 1904 vóru mest sannlíkt úrslit av einum meira modernaðum livihátti enn í hinum støðunum í Føroyum, skrivar Frøði. Suðuroy varð brádliga nýtíðargjørd av fiskivinnu og eini fjøld av lágløntum tilflytarum í júst hesum tíðarskeiði, er ein av niðurstøðunum í nýggjasta blaðnum hjá Fróðskaparfelagnum. Harumframt øktist bústaðartíttleikin eisini skjótt í Suðuroy og Suðurstreymoy. Hetta gjørdi eisini sítt til, at talið av leysingabørnum lutfalsliga var størst í Suðuroy og Suðurstreymoy. Ibrahim Mahlab hevur valt at seta nakrar av ráðharrunum úr fyrru stjórnini í nýggju stjórnina. Teirra millum er herovastin og verjumálaráðharrin, Abdel Fattah el Sissi. el Sissi stillar upp til forsetavalið, og roknað verður við, at hann fer at vinna valið. Nýggi forsætisráðharrin segði á einum tíðindafundi sunnudagin, at stjórnin av øllum alvi fer at berja niður yvirgangin í Egyptalandi. Vit fara í hvønn krók í landinum, um neyðugt, sigur Ibraham Mahlab, forsætisráðharri. Nýggja stjórnin í Egyptalandi varð tikin í eið í gjár, sunnudagin. Góðan Morgun Føroyar, skipar dag fyri grýlukapping, har lurtarar kunnu senda grýlumyndir inn til sendingina. Øll tey ið senda myndir inn, eru við kappingini um 4 gávukort til sjálvtøkuborðið hjá Pizza 67. The New York Times skrivar, at Angela Merkel og Barack Obama tosaðu saman, eftir at Angela Merkel í gjár, sunnudagin, hevði eina telefonsamrøðu við russiska forsetan. Angela Merkel skal hava sagt við Barack Obama, at hon ivast í, um Putin yvirhøvur hevur samband við veruleikan. Hann var í heilt arðari verð, í einum ævintýrheimi, skal Merkel hava sagt, skrivar The New York Times. Týski kanslarin er vanliga varin í orðavali. Útsagnir hennar eftir telefonsamrøðuna við Putin styrkir illgruna um, at Russland als ikki letur seg ávirka av trýstinum frá umheiminum. Í samrøðuni við Putin skulu tey bæði vera komin ásamt um at seta eina kanningarnevnd at kanna, hvat er farið fram í Ukraina seinastu tíðina. Sambært netmiðlinum, Deutsche Welle, komu tey ásamt um kanningarnevndina fyri at linka spenningin í økinum. Enn er Angela Merkel ikki komin við ítøkiligum upplýsingum um, hvør skal manna kanningarnevndina. Heldur ikki er ógreitt, neyvt hvør málsetningurin hjá nevndini verður. Í morgun vitjaði GMF fittu grýlurnar í Hoyvíkarskúla. Tey gjørdu nógv burturúr føstulávintshaldinum. Børnini skipaðu saman við lærarunum fyri einum hugnaligum degi. Grýlubúnarnir vóru ymiskir og sera kreativir. Hugflogið varð so sanniliga nýtt. 7 flokkur hevur til uppgávu at skipa fyri undirhaldinum, og vit prátaðu við ein av næmingunum, Tórmóður Peturson Djurhuus. Hann greiddi frá hvat tey gera hendan dagin í Hoyvíkar skúla. Tórmóður gav eisini lurtaranum eitt gott ráð um hvussu ein kann vinna tunnuslátturin og harvið gerast kattakongur. John Short varð handtikin eftir at hava býtt kristiligt tilfar út á einum ferðavinnustaði í høvuðsstaðnum í Norðurkorea, Pyongyang. Tíðindastovan í Norðurkorea, KCNA, sigur, at John Short breyt norðurkoreanska lóg, men at hann nú hevur biðið stjórnina um umbering. Átrúnaðarligt virksemi er strangliga bannað í Norðurkorea, og seinastu árini eru fleiri trúboðarar handtiknir og settir í fongsul. Eg eri ómetaliga troyttur, segði John Short við tíðindafólk, tá hann kom úr flogfarinum í kinverska høvuðsstaðnum, Bejing, sunnudagin. Hann kom tá beinleiðis úr Norðurkorea. Tað skilst, at ES vil lata nakað, so Føroyar og Ísland kunnu fáa størri part av heildarkvotuni, men í Norra eru tey ikki so hugað at slaka nevnivert. Kjell Ingebrigtsen í Norges Fiskarlag sigur við FiskeribladetFiskaren, at Norra fer ikki at lata ein fjórðing av sínari kvotu, so Føroyar og Ísland kunnu fáa meira. Hann vil ikki vátta, at Norra fer úr 29 niður í 22 prosent av heildarkvotuni. Kjell Ingebrigtsen sigur, at nú noyðast Føroyar og Ísland at slaka í sínum krøvum. Norskir fiskimenn vilja ikki, at Norra letur frá sær ein part av sínari kvotu. Norski samráðingarleiðarin, Ann Kristin Westberg, hevur sagt, at heildarkvotan í ár verður 1,3 milliónir tons, og Norra eigur 22 prosent. Men Føroyar og Ísland vilja ikki taka av. Fiskifrøðingar mæla til, at ikki verður fiskað meira enn knappliga 900.000 tons av makreli í ár. Makrelstríðið millum ES, Norra, Føroyar og Ísland byrjaði í 2010, tá Føroyar ikki vildu góðtaka býtislykiln, sum tá var. Eisini Ísland krevur meira makrel enn ES og Norra góðtaka. Øll feløgini eru í bollanum, tá drigið verður í kvøld. Tvey feløg koma ikki úr bollanum, og tey fara beinleiðis í hálvfinalurnar, meðan hini fýra spæla um rættin. Ein stormur í einum vatnglasi. Tað sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður við heilsumálum um óttan hjá vestmenningum fyri at missa kommunulæknan, nú ætlanin er at skipa landið í størri heilsudeplar. Vestmanna Kommuna hevur í eina tíð arbeitt við einari ætlan um at byggja eina nýggja læknamiðstøð. Sambært borgarstjóranum, Paula T. Petersen, er klárt at bjóða arbeiði út, men í sambandi við at Heilsutrygd vitjaði millum annað kommunulæknaviðtaluhølini í Vestmanna í farnu viku, kom fram, at vestmenningar helst skuldu bíða við at gera stórar íløgur í nýggja læknamiðstøð. Landskappingin í fótbólti byrjar annað vikuskiftið, tann 15. mars, og í kvøld skal gerast av, hvussu liðini skulu spæla í innleiðandi og fyrsta umfarinum í kappingini um Løgmanssteypið. Lutakast verður eisini um, hvussu fyrstu dystirnir í steypakappingini hjá kvinnum skulu spælast. Landskappingin í fótbólti byrjar annað vikuskiftið, tann 15. mars, og í kvøld skal gerast av, hvussu liðini skulu spæla í innleiðandi og fyrsta umfarinum í kappingini um Løgmanssteypið. Lutakast verður eisini um, hvussu fyrstu dystirnir í steypakappingini hjá kvinnum skulu spælast. Umframt at dansa í Klaksvíkar Dansifelag, dansar Poul Ivan við børnum, og tá skipar hann millum annað Brestiskvæði. Rættiliga nógv børn dansa í Klaksvíkar Dansifelag. Tey eru úr 7 árum upp í eini 14 ár. Hjá Poul Ivan varð áhugin fyri kvæðum og dansi kveiktur í skúlanum, har hann dansaði hjá Ásbirni Lómaklett. Klaksvíkar skúli hevur ta skipan, at allir flokkar læra eitt kvæði, sum tey so kvøða á føstulávint. Poul Ivan heldur, at hetta ger, at fleiri fáa hug at fara upp í dansifelagið. Eisini hevur hann valt Vatntáttin, sum Mourits Mohr, ættaður av Sandi, yrkti um vatnóskilið á Sandi seinastu í fjørutiárunum. Leikur Fagur kvøður. Sólvit Simonsen skipar. Triða kvæði er Ormuin Langi, sum Sjóvarbóndin yrkti. Jens Juul Sólbjørg skipar. Vit hoyra Klaksvíkar Dansifelag. Men tíð er eisini at lata Stígum Fast kvøða Arngríms synir. Jens Ludvig Johannesen skipar. At enda skipar Albert Djurhuus í Sumba Mær gav sankta Mortan. Men uppskotið kemur í tingið, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður. Tað er ikki greitt enn, hvør luturin hjá vinnuni skal vera, men partafelagið Visit Faroe Islands verður alment burturav. Neyðugt er við russiskum herdeildum í Ukraina, til politiska støðan aftur er komin í fasta legu, sigur russiski uttanríkisráðharrin, Sergei Lavrov, við AP tíðindastovuna. Sergei Lavrov sigur, at orsøkin til streymin av russiskum herdeildum inn á Krim hálvoynna er at verja fólkið og russiskar landsmenn. Myndir í hópatali vísa brynjaði hernaðarakfør tey mest nútímans hjá russiska herinum, koyra í stórum fylgjum á sjálvari Krim hálvoynni. Tey, sum tulka hesa støðuna sum álopskendan ágang, og hótta okkum við tiltøkum og boykottum, eru tey somu sum mæla politiskum stuðlum at víkja frá øllum samráðingum, sigur russiski uttanríkisráðharrin. Sambært ukrainskum myndugleikum hava ukrainsk hernaðarflogfør forðað russiskum hernaðarflogførum at flúgva inni í ukrainskum loftrúmi. Hetta arbeiðið verður liðugt seinast í hesum árinum. Og tá er Løgmálaráðið sinnað at gera uppskot um broyting í føroysku rættargangslógini, so aldursmarkið eisini verður 15 ár í Føroyum. Videoavhoyring av børnum verður brúkt millum annað í málum um kynsligan yvirgang. Hetta verður gjørt fyri at barnið ikki noyðist at geva frágreiðing á rættarfundi, har sum nógv fólk eru, eitt nú fólkið, sum er ákært fyri at hava gjørt seg inn á barnið. Maðurin hótti politiið í fleiri umførum, segði ákæruvaldið bæði politistar á alarmsentralinum, ein politistur í Vestmanna, sum hann fór inn til í gjárkvøldið, og so politistarnar, sum komu at handtaka hann. Málið byrjaði við, at tann varðhaldsfongslaði sum er ein gamal kenningur í rættarskipanini ringdi til alarmsentralin, tí hann vildi hava tey at ringja til advokatin hjá sær. Hann greiddi frá, at hann hevði ikki talutíð eftir á telefonini og einasta nummarið, hann kundi ringja til, var alarmsentralurin. Tí vildi hann hava alarmsentralin at ringja advokatin hjá sær upp, soleiðis at hesin kundi ringja aftur til hansara. Politisturin, sum tók telefonina á Alarmsentralinum, noktaði at ringja til advokatin hjá manninum og bað hann finna ein annan hátt at fáa fatur á advokatinum. Síðani fór tann ákærdi inn í húsini hjá einum politisti, sum býr í grannalagnum í Vestmanna, har tann ákærdi hevur búð í nakrar mánaðir. Hann spurdi, um hann kundi lána telefonina. Tað kom til orðadrátt millum teir báðar og bað hann sleppa sær á dyr. Politisturin kendi seg hóttan og ringdi til alarmsentralin undir orðadráttinum. Haðani varð gjørt av at senda fólk á staðið. Út ímóti hálvgum 10 tíðina í gjárkvøldið varð maðurin handtikin í heimi sínum í Vestmanna. Eisini har hevði hann sýnt hóttandi atferð, sigur ákæruvaldið. Millum annað við at hava annan armin innan fyri jakkan, sum fekk politiið at óttast fyri, at maðurin hevði skotvápn ella annað vápn. Politiið brúkti piparsprei í sambandi við handtøkuna. Ákærin vildi hava tann 44 ára gamla varðhaldsfongslaðan í fýra vikur, og grundgav fyri, at maðurin kundi hótta vitnir ella gera seg inn á tey. Dómarin avgjørdi at ganga ákæruvaldinum á møti og maðurin verður nú varðhaldsfongslaður í fýra vikur. Sum grundgeving fyri at varðhaldsfongsla mannin, segði dómarin, at maðurin áður hevur hótt og og gjørt álvara av hóttanum. Stýriskipanin CarPlay nú er til reiðar at seta í el útgerð í nýggjum bilum. Mercedes, Volvo og Ferrari verða millum tey fyrstu við útgerðini, kunngjørdi Apple í morgun. Harumframt er avtala eisini gjørd gjørd við BMW, Ford, General Motors, Honda, Hyundai, Jaguar, Kia, Mitsubishi, Nissan, Peugeot, Citro n, Subaru, Suzuki og Toyota. Apple CarPlay fer at gera tað gjørligt, at tvinna saman telefonsamrøður, GPS kort og undirhald við elektronisku útgerðina í bili tínum, skrivar The Guardian . Apple fyritøkan leggur áherðslu á, at fyritøkan fyrst og fremst hevur tikið atlit til trygdina hjá fólki ið koyra bil, tá Apple CarPlay varð ment og gjørt liðugt. iPhone brúkarar vilja hava alt beint við hondina, og CarPlay letur bilførarar gera júst hetta, uttan at tað gongur útyvir trygdina, sigur Greg Joswiak, marknaðarleiðari hjá Apple. Enn er ikki greitt, nær fyrstu bilarnir við CarPlay fara at síggjast á vegunum. Hetta er nú í stóran mun til bilframleiðarnar at gera av, tí Apple hevur gjørt sín part av arbeiðnum liðugt. Tíðindastovan hevur tíðindini frá ukrainsku uttanríkistænastuni, sum hevur fingið boðini frá russiska herflotaovastanum, Alexander Vitko. 24 ára gamla Jóna Ólavsdóttir hevur fingið sær útbúgving í Íslandi sum hestalærari og rossavenjari. Hon er nýliga komin heimaftur og brúkar nú sína útbúgving við at læra fólk at ríða og at venja ross, bæði í Havn og í Vatnsoyrum. Ólavur Poulsen, sum siglir við ferðafólki á Vatninum við bátinum Lakeside, greiðir frá ymiskum viðurskiftum í heimbygdini. Bygdin hevur millum annað ríka søgu frá seinna heimsbardaga. Marjun og Heðin Poulsen eru glað fyri húsini, sum tey keyptu og umbygdu fyrst í nítiárunum. Eingi hús eru bygd í Vatnsoyrum síðani 1981, og tey, sum hava sett búgv her síðani tá, hava verið noydd at keypt eldri hús. Heðin heldur, at kommunan hevur forðað fyri sethúsabygging í Vatnsoyrum. Pól Skarðenni er fjølbroyttur listamaður, sum bæði málar og skapar ymisk fríøki uttandura. Vit vitja inni á atelierinum hjá honum, og har hitta vit eisini Astu Poulsen, sum er ættað av Trøllanesi. Hon hevur búð mong ár í Vatnsoyrum. Og so vitja vit eisini á HDygd, sum serliga ger vindeygu og hurðar. HDygd, sum hevur 35 40 fólk í arbeiði, ger alt timburarbeiðið í Vatnsoyrum, og plastarbeiðið verður gjørt í Miðvági. Tey hava nóg mikið at gera, sigur stjórin Johan á Mýrini. Pápin, Jónberg á Mýrini, hevur ymsar uppgávur á virkinum. Danski løgfrøðiprofessarin og doktarin, Hans Gammeltoft Hansen, sum er settur sum kanningarstjóri at kanna Kára P. Højgaard og Kaj Leo Holm Johannesen í málinum um Eysturoyartunnilin, er í Føroyum í løtuni, tó ikki í ørindunum sum kanningarstjóri. Hann væntar tó, at kanningararbeiðið byrjar síðst í hesum mánaðinum. Hans Gammeltoft Hansen kann tó ikki siga, nær kanningin verður liðug, tí enn er ógreitt, hvussu víðfevnd hon verður. Hesa vikuna og í næstu viku, skriva børn í 6. og 7.flokki morgunlestrar. Tey lesa sjálvi. Í dag lesur og skrivar Iris Ørvarodd í 6. flokki á Giljanesi. Í dag hoyra vit fyrra part av søguni Innrásin. Elin á Rógvi sigur frá og leikstjórnar. Dánjal Tausen hevur staðið fyri tí tekniska. Bergur Rasmussen týddi til føroyskt. Nú røkist fyri, at sakarmálið sum partafelagið Líraberg hevur reist ímóti Fiskimálaráðnum, kann koma fyri í Føroya rætti. Ein fyrireikandi rættarfundur skal vera afturat, og hann verður 10. mars. Tað er partafelagið Líraberg, sum hevur stevnt Fiskimálaráðið fyri at ikki umsita fiskivinnulóggávuna á rættan hátt seinastu mongu árini. Fyrst skrivaðu fleiri keldur á sosiala miðlinum Twitter eitt nú Simon Shuster, journalistur á Time, at ukrainskir hermenn hava skotið 10 ávaringarskot móti russum, sum hava hertikið støðina. CNN skrivar hinvegin, at tað eru russar, sum hava skotið 10 skot upp í loft fyri at ávara óvápnaðar ukrainskar hermenn, sum nærkast inngongdina til herstøðina. Hóast tað ljóðaði í gjár, at russar høvdu hótt við at leypa á ukrainsku herdeildirnar á Krim hálvoynni, um tær ikki løgdu vápnini áðrenn klokkan fýra í nátt, so er ongin fráboðan komin úr Krim um nakað russiskt álop, sambært tíðinastovunum Ritzau og Reuters. Ein kelda í ukrainska uttanríkisráðnum segði í gjár, at tað var russiski herflota ovastin, Alexander Vitko, sum gav kravboðini, og e in tíðindatalsmaður fyri ukrainska verjumálaráðið váttaði fyri bretska BBC, at russar høvdu sett ukrainum hesi kravboðini. Hatta er vrøvl, segði ein dulnevnd kelda í russiska svartahavs herflotanum, sambært Interfax. Og nú í morgun er onki at hoyra um nakað álop á Krim, sambært Reuters og Ritzau. Landsstýrissamgongan frá 1975 slitnaði í 1980 orsakað av vetrarsiglingini hjá Smyrli. Eftir seks strævin ár var samgongan millum javnaðarflokkin, fólkaflokkin og tjóðveldisflokkin uppslitin, heldur Jógvan Durhuus. Sjálvur fall hann á valinum í 1980, men kom inn aftur í 1984 og umboðaði tjóðveldisflokkin í landsstýrinum árini 1985 1989. Í nítiárunum var hann uttanfyri eitt skeið, men kom aftur í aftur í 1994. Jógvan Durhuus var tingmaður, tá fullveldissamgongan varð skipað í 1998. Tá ið línuskipið got varð tikið upp á bending, vísti tað seg, at skaðin var størri enn teir høvdu væntað. Tað sigur Hjaltur Poulsen, skipari á got. Arbeiðsbólkurin, sum seinastu tíðina hevur arbeitt við uppgávuni, handar fyrsta dagin fyrst landsstýrinum og síðani floksformonnunum frágreiðingina Bygnaðurin í landsfyrisitingini hevur verið umrøddur javnan, síðani hann eftir búskaparliga skrædlið tíðliga í 90 árunum varð settur í verk í 1996 undir leiðslu av danska embætismanninum, Finn Norman Christensen. Men atfinningar hava javnan verið frammi um, hvørt miðfyrisitingin virkar nóg væl, og spurnartekn verður tíðum sett við, hvørt verandi bygnaður egnar seg til Føroyar og føroysk viðurskifti. Ymisku aðalráðini eru komin og farin, seinast í summar, tá Innlendismálaráðið varð niðurlagt og ymisku starvsfólkini og málsøkini vóru býtt út á hini aðalráðini. Arbeiðssetningurin er, at landið skal spara fimm milliónir krónur í 2015 og 10 milliónir krónur í 2016 og árini frameftir. Tosað hevur verið um at savna alla landsfyrisitingina undir einum taki og at umskipa bygnaðin við aðalráðum. P F Atlantsflog er tó undantikið, tí felagið er børsskrásett og noyðist tí at hava leiðreglur um leiðsluna. Millum annað um, hvørjar førleikar, nevndarlimirnir skulu hava. Atlantsflog virkar eftir íslendsku reglunum um góðan leiðslusið. Men hini partafeløgini, sum Vinnumálaráðið varðar av, hava ikki slík krøv um leiðreglur, sum børsskrásettu feløgini hava. Og fyri hesi feløgini eru ikki gjørdar ítøkiligar leiðreglur um góðan leiðslusið. Tað sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, í svari til Høgna Hoydal, løgtingsmann, sum spurdi um nevndarval í almennu partafeløgunum. Johan Dahl sigur, at Vinnumálaráðið arbeiðir við at gera nakrar yvirskipaðar meginreglur um millum annað nevndirnar í øllum partafeløgum, har landið hevur avgerandi ávirkan, og sum Vinnumálaráðið varðar av. Tá Vinnumálaráðið finnur fólk at manna nevndirnar í almennu partafeløgunum, verða upplýsingar fingnar til vegar um fólkini fyri at fáa skjalfest, um tey eru skikkað at fáa nevndarsessin. Johan Dahl sigur eisini í svarinum til Høgna Hoydal, at sambært vinnufelaglógini er leiðslan í almennum partafeløgum hjá nevnd og stjórn. Landsstýrismaðurin kann bara gera sína ávirkan galdandi á aðalfundi. Hetta er meginreglan um armslongd. Men heldur ikki um hetta eru gjørdar skrivligar leiðreglur. Einaferð ynsktu vit at verða The Beatles. Nú eru vit tað . Sangarin í U2 setur ikki sítt ljós undir skeppumálið. Og rætt hevur hann. U2 er heimsins størsti rokkbólkur. Men eisini á ein annan hátt setur hann ikki sítt ljós undir skeppumálið Sangirnir hjá U2 eru fyltir við bíbilskum tilsipingum og nýmótans guðfrøði. Føstulávintskappingin tók dik á seg og komu heili 115 myndir inn í alt. Myndirnar sum komu inn vóru sera kreativar. Summar vóru tó betur enn aðrar, men trupult varð at velja ein vinnara. Men dómsnevndin tók eina avgerð um at myndin, sum Anja Hovgaard sendi inn var tann besta í rúgvuni. Myndin av bókahillini við lampuni omaná var ein sera sjáldsom og gjøgnumførd grýla. Góðan Morgun Føroyar takkar øllum teimum, ið sendu grýlumyndir inn á facebook vangan. Stórtingsnevndin við løgmálum fer væntandi í dag at atkvøða um at beina burtur 25 ára fyrningarfreistina í álvarsligum brotsverkum. Tað er Kristiligi Fólkaflokkurin, sum hevur lagt uppskotið fram. Flokkurin vil beina burtur fyrningarfreistina í álvarsligum málum sum siðamisbroti, neyðtøku og drápsmálum. Eg eri troyttur av at síggja, at brotsmenn sleppa at ganga leysir, tí revsimál eru fyrnað, sigur ein framsøgumaður hjá norska Framburðsflokkinum. Framburðsflokkurin legði eitt líknandi uppskot fyri Stórtingið í fjør, men tá hendi onki meira, tí uppskotið skuldi takast við í ein størri pakka. Sambært Degi og viku mánakvøldið vil Kristin Michelsen, sum býr á Tvøroyri, sleppa frá, tí fundirnir hjá løgtingsgrannskoðarunum eru, tá eingir aðrir fundir eru í løgtinginum, og vánaliga ferðasambandið við Suðuroynna ger tað tvørligt at fara á fundirnar hjá løgtingsgrannskoðarunum. Løgtingsgrannskoðarnir fara gjøgnum árliga landskassaroknskapin og aðrar almennar roknskapir og ansa eftir, at allar inntøkur eru settar í roknskapin, og at eingin útreiðsla er goldin uttan heimild í fíggjarlógini ella aðrari játtanarlóg. Løgtingsgrannskoðarnir leggja roknskapirnar við sínum viðmerkingum fyri løgtingið til samtyktar. Reimund Langgaard, Høgni Hoydal, Joen Magnus Rasmussen og Kristin Michelsen eru løgtingsgrannskoðarar. Eg eri 21 ára gamal og hugsi um at fara undir eina útbúgving men hvønn veg skal eg fara. Eg havi eitt matematiskt studentsprógv við hampuligum gjøgnumsnitti, so tað verður tann vegin eg ætli mær. Havi eisini hug at fara uttanlands at lesa fyri at royna okkurt annað, men ætli mær so avgjørt aftur til Føroya. Mínir spurningar eru sostatt Tá eg velji útbúgving skal eg so hugsa um arbeiðsmøguleikar her heima Nógv tos hevur verið í seinastuni um yvirproduktión av fólki, sum vera útbúgvin til arbeiðsloysi, antin tí útbúgvingin er ov smøl ella tað eru ov nógv um boðið hvat heldur tú um hetta prátið Um eg velji kunningartøkni ella verkfrøði kann er so vænta mær arbeiðið aftaná Marknaðarføringin skal hjálpa at fáa føroyingar og útlendingar at vitja útoyggjarnar, sigur Olga Biskupstø, samskipari í Útoyggjafelagnum. Eisini skal átakið, Vit á útoyggj hjálpa at fáa ídnaðarhugskot at spretta og virka á útoyggjunum, sigur Olga Biskupstø Í morgun fór eitt lítið ukrainskt herlið til gongu uttan vápn móti herstøðini í Belbek á Krim hálvoynni í eini roynd at taka herstøðina aftur frá russum. Ein egyptiskur rættur hevur í dag bannað øllum virksemi hjá Hamas í Egyptalandi. Avgerðin skal byggja á royndina at fáa frið í lag í Egyptalandi, og at fáa Hamas burtur úr Gazageiranum. Emil Lisberg Jacobsen, ítróttarredaktørur á portalinum vitjaði í útvarpstovuni í morgun. Hann segði sína hugsan um dystirnar, sum skulu spælast um Løgmanssteypið. Hann heldur bert at tann eini dysturin er áhugaverdur, nevniliga grannauppgerðin millum HB og B36. Men tó leggur hann afturat at møguliga okkurt lið kann taka øll á bóli. Emil Lisberg Jacobsen heldur bert at tann eini dysturin verður javnur. Hann heldur at grannauppgerðin millum HB og B36 verður tann einasti spennandi dysturin. Um vesturheimurin velur at revsa Russland, kann tað raka føroysku uppsjóvarvinnuna. Í fjør keypti Rusland 325.000 tons av uppsjóvarfiski, og hevur verið ein kærkomin marknaður, serliga eftir at ES setti handilsbann í verk ímóti Føroyum. Fyribils hevur handilsbannið hjá ES ikki havt stórvegis týdning fyri útflutningin av uppsjóvarfiski. Løgtingsgrannskoðarnir fara gjøgnum árliga landskassaroknskapin og aðrar almennar roknskapir og ansa eftir, at allar inntøkur eru settar í roknskapin, og at eingin útreiðsla er goldin uttan heimild í fíggjarlógini ella aðrari játtanarlóg. Løgtingsgrannskoðarnir leggja roknskapirnar við sínum viðmerkingum fyri løgtingið til samtyktar. Reimund Langgaard, Høgni Hoydal, Joen Magnus Rasmussen og Eyðgunn Samuelsen eru nú løgtingsgrannskoðarar. Enn ein útvarpsstøð er á veg. Nýggja útvarpsstøðin er systurrás hjá Voxpop rásini, sum hevur sent í eina tíð nú, og fer at eita KissFM. Men meðan Voxpop vendir sær til ungu lurtararnar, vendir hendan nýggja rásin sær meiri til teirra, ið vóru ung í 80 unum og 90 unum. Fyrrapartin týsdagin hevði russiski forsetin boðað til tíðindafundar um viðurskiftini í Ukraina. Ongi útlendsk tíðindafólk fingu atgongd til tíðindafundin. Russiski forsetin heldur uppá, at nýnasistar og gýðingahatarar herja í Ukraina og serliga í Kiev, og hann sigur ræðslu vera komna á fólkið har eysturi í Ukraina. Vit taka okkum rætt at nýta allar neyðugar hættir at verja tey, biðja tey okkum um tað. Og tað verður ikki við mýkindum, sigur Vladimir Putin. Hann leggur dent á, at ukrainska tjóðartingið er lógligt, men tað eru landsins leiðarar ikki. Eftir ætlan skuldi føroyska landsliðið, sum í løtuni er á venjingarlegu í Mijas í Suður Spania, spæla venjingardyst móti spanska La Liga felagnum Malaga í morgin. Spanska landsliðið spælir í morgin venjingardyst móti Italia á heimavølli, og spanska fótbóltssambandið vil ikki, at nakað annað landslið spælir dyst í Spania samstundis. Fsf.fo skrivar, at dysturin millum Føroyar og Malaga var annars avtalaður fyri rúmari tíð síðani, og tað eru altjóða góðkend umboðsfólk, ið hava tikið sær av at fingið dystin í lag. Tryggingin, Klassin og eigararnir skulu nú fáa greiðu á, hvat skal gerast við skipið, sum fekk stóran skaða, tá uppsjóvarskipið Slættaberg rendi inn í síðuna á got í farnu viku. Í sendingini greiðir Teitur frá síni tónleikaligu bakgrund og sínum serliga áhuga fyri hørðum rokki og tungmálms tónleiki. Umframt at skipa fyri heimligu Wacken Metal Battle tónleikakappingini verður Teitur eisini dómari í finaluni, sum verður á Wacken festivalinum í Týsklandi í juni mánaði. Hoyr sendingina her. Tað leggur kjakuppleggið um bygnaðin í landsfyrisitingini upp til. Arbeiðsbólkurin, sum hevur arbeitt við uppgávuni, hevur handað landsstýrinum sína frágreiðing. Frágreiðingin er eitt kjakupplegg, sum mælir til alment orðaskifti. Elin Mortensen, verktætlanarleiðari og fulltrúi á Løgmansskrivstovuni, sigur at arbeiðsbólkurin saman við Landsstýrinum, vil hava eina opna og savnandi tilgongd, nú bygnaðurin í landsfyrisitingini skal skipast av nýggjum. Arbeiðsbólkurin vil, at øll áhugaði siga sína hugsan um verandi bygna, og hvørt tørvur er á tillaginum. Øll kunnu gera viðmerkingar til kjakuppleggið á heimasíðuni tinganes.fo og almennur borgarafundur verður eisini um frágreiðingina í næstum. Skaðin er stórur, og mett verður at kosta umleið 1,3 milliónir krónur at umvæla skaðan. Hetta svarar til ein triðing av fíggjarætlanini hjá kommununi, sigur Delmar Tausen, borgarstjóri. Hendi fyri tveimum árum síðani Tað var á vári fyri tveimum árum síðan, at kommunan varð gjørd varug við skaðan. Stjórin í faroe Farming, Egil Steintórsson, sigur, at málið kann fara báðar vegir, men hevur annars ikki nakrar viðmerkingar nú áðrenn dómur fellur. Leygarkvøldið 8. mars verður á triðja sinni skipað fyri Wacken Metal Battle Føroyar. Vit hitta Teit Egholm Fossáberg, ið er ein av fyriskiparunum, og Theodor Kabnas, ið spælir guitar í Hamferð, ið vann bæði føroysku og altjóða kappingina í 2012. Og í mentanarálmanakkanum frætta vit um eitt nú Spælimenninar í Hoydølum, sum í ár runda tey 40, Trónd Patursson, sum fríggjadagin hevur fernisering í Steinprenti, Fuglafjarðar Hornorkestur og Sørvágs Tónleikarfelag, sum hava tvær konsertir saman, og Sosialin, sum 14. mars letur úr hondum nýtt mentanarblað. Í sendingini hitta vit Teit Egholm Fossáberg, Theodor Kabnas, Kristian Blak, Trónd Patursson, Trónd Olsen, Rúna Hentze, Inger Smærup Sørensen og Birgir Waag Høgnesen. Vinnararnir vórðu avdúúkaðir á samkomu í Østrøm seinnapartin. Næmingarnir sum vunnu, eru Teitur Sigvardsen, Fríði Slættalíð, Petur S. Thomsen, Linda Fosaa og Inga Maria Hansen. Vinningurin er 15.000 krónur. Rósandi orð frá dómsnevndini 79 uppskot komu inn til kappingina. Í grundgeving sínari sigur dómsnevndin millum annað soleiðis um vinnandi uppskotið Tit vísa sera gott hugflog og megna at síggja møguleikar at skapa lív í miðbýnum í eini størri heild. Uppskotið leggur upp til at gera ein bygning við audi torium til millum annað konsertir, kondittarí, barr, dansihøli og mat og kaffistovu. Uppskotsstillararnir prógva skapandi evnir út yvir tað vanliga og duga sera væl at lýsa hugskotið við eini vakrari plansju, flyers og einum litføgrum modelli. Dómararnir siga eisini, at uppskotið ikki ger seg inn á verandi støð í miðbýnum, men brýtur upp úr nýggjum við at byggja seg út á vánna. Onnur og triðja virðisløn varð eisini latin Onnur virðisløn fór til ein annan Nám X flokk, sum skjóta upp at gera Handilskjarnan til tilhaldsstað fyri ung og at gera glastekju frá Steinatúni og oman til Tinghúsvøllin. Og triðja virðisløn fór til nakrar næmingar í 9. flokki í Kommunuskúlanum, sum høvdu uppskot um fleiri ábøtur á miðbýin, millum annað spælipláss og glastekju um gongugøtuna. Borgarstjórin tekur væl ímóti uppskotinum Vinnandi uppskotið verður neyvan brúkt í síni heild, tá miðbýurin í Havn skal broytast, men uppskotini hjá teimum ungu verða heilt vist tikin við í arbeiðið at mynda miðbýin frameftir, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn. Tað er líkt til, at ES, Noreg, Føroyar og Ísland eru sinnað, at halda á við samráðingunum til fríggjadagin, um tað verður neyðugt. Samráðingarnar snúgva seg um býtið av makrelinum, hvussu nógv skal fiskast, og hvussu atgongdin verður til sjóøki hjá hvørjumøðrum at fiska makrelin. Tað eru rættiliga stórar samráðingarnevndir, sum eru í Edinburg. Tá øll samráðingarfólkini eru við, er talan um eini 100 fólk. Men tá samráðingarleiðararnir tosa saman, hava teir bert tvey embætisfólk afturat sær. Norska blaðið Fiskaren skrivar, at norska samráðingarnevndin er í øðini, eftir at tað undir samráðingunum er komið fram, at ES skal hava helvtina av grønlendsku makrelkvotuni. Grønland hevur ásett sær 100 túsund tons av makreli í ár, og sambært eini avtalu ímillum Grønland og ES, skal ES hava helvtina av tí kvotuni, tað eru 50 túsund tons. Hesa vikuna og í næstu viku, skriva børn í 6. og 7.flokki morgunlestrar. Tey lesa sjálvi. Í dag lesur og skrivar Hilda Mortensen í 7. flokki í skúlanum við Løgmannabreyt. Atlantsflog var óheppið í fjør. Avtalan við donsku ferðaskrivstovuna Atlantis Rejser um at flúgva til Egyptalands gav ikki ætlaða íkastið til raksturin, tí hóttanir og ófriður í Egyptalandi fingu fólk at setast aftur. Harumframt minkaði virksemið hjá Tyrlutænastuni. Og hægri leiga fyri flogfør og broytingar í leiðsluni, felagið fekk nýgjan stjóra í november góvu felagnum eykaútreiðslur í 2013. Nevndin í Atlantsflogi skjýtur upp, at einki vinningsbýti verður latið fyri 2013, tí felagið í næstum ætlar at keypa partabrøvini aftur frá minnilutaeigarunum. Leiðslan í Atlantsflogi væntar eitt nógv betri úrslit í ár enn í fjør. Og tað er gott grundarlag at byggja nýggju strategiina á, sum nevndin hevur álagt stjórnini at koma við í juni í ár. Aldursmarkið til at fáa koyrikort til tey sonevndu stóru prutlini, sum kunnu koyra 45 km t, skal eisini lækkast úr 18 árum niður í 16 ár. Ráðið fyri Ferðslutrygd mælir staðiliga frá at lækka aldursmarkið, tí tað er sannlíkt at broytingarnar elva til fleiri deyðsvanlukkur og fólkaskaðar í ferðsluni. Umsitingin í Mentamálaráðnum fyrireikar í løtuni kanningina, men enn er hvørki støða tikin til, hvør skal gera kanningina, nær hon skal byrja og vera liðug. Spurningurin um happing eigur at verða tikin í størsta álvara, tí er hetta eitt øki vit politiskt eiga at raðfesta og loysa í felag, og at finna neyðug amboð og fígging í arbeiðinum at steðga happingini, sigur Bjørn Kalsø við heimasíðuna hjá Lærarafelagnum. Tað er Ward Shelly og Alex Schweder, sum hava bygt sær eitt stórt hamstarahjól, sum tað verður rópt, har teir nú sova, matgera og gera alt annað, sum man ger i einum vanligum heimi. Hjá teimum báðum kennist tað, sum teir búgva í tveimum atskildum íbúðum, annar býr inni í hjólinum og hin omaná. Endamálið siga teir, er at kunna fólk um, at menniskja kann samstarva og líta á hvørt annað. Kelda AP. Á ukrainsku herstøðini Feodosiya, sum liggur 100 kilometrar frá Sevastopoal hava ukrainsku hermenninir fingið óvæntaðir gestir. Mótmælisfólk, sum stuðla russum, royna at fáa hermenninar at geva seg yvir til russisku hermenninar uttanfyri herstøðina. Sky News slapp inn á herstøðina, har hermenninar hava fingið boð um ikki at nýta vápn. Kelda AP Tórshavnar býráð samtykti í gjárkvøldið, at bygginevndin fyri nýggja Vesturskúlan alt fyri eitt fer undir at fyrireika byggingina av einum tveysporaðum skúla, sum skal kunna víðkast til trísporaðan skúlan. Býráðið samtykti eisini at seta ein arbeiðsbólk at fyrireika samanleggingina, tí Kommunuskúlin og Venjingarskúlin skulu leggjast saman í Vesturskúlan. Í arbeiðsbólkin skulu umboð fyri skúlaleiðslur, lærarar og foreldur í báðum skúlum og fyri Mentamáladeildina hjá kommununi. Trivnaðarstjórin hjá kommununi verður formaður í arbeiðsbólkinum. Býráðið samtykti eisini at arbeiða víðari við tilmælinum hjá Mentamálanevndini um at gera Kommunuskúlan til mentanar og virksemishús. Nú verður bannað at roykja tær sonevndu e sigarettirnar á arbeiðsplássum, matstovum og almennum støðum sum heild í Los Angeles, skrivar Los Angeles Times . Býráðið í Los Angeles viðtók einmælt í gjár, týsdagin, at sonevndu e sigarettirnar í framtíðini skulu bannast á øllum almennum støðum í býnum. Sostatt verður tað sama forboðið fyri e sigarettir innført, sum frammanundan er galdandi fyri vanligar sigarettir, ið vórðu bannaðar í Los Angeles 2007. Líkt er nú til, at e sigarettirnar verða bannaðar í USA líka so skjótt sum tær avloystu vanligu sigarettirnar, sum forboð longu er sett fyri at roykja ymsa staðni í USA. Niðurbræðingin av e sigarettunum er hend nógv skjótari enn vit høvdu væntað, sigur ein talsmaður fyri heilsumyndugleikarnar, sambært Los Angeles Times. Tað var skiparin umborð á Norrønu, sum boðaði íslendsku tollmyndugleikunum frá, at tey umborð høvdu funnið ein pakka fjaldan uppi undir loftinum á einum vesi umborð. Tveir tollarar og ein servandur hundur fóru umborð, kannaðu pakkan og kundu staðfesta, at talan var um 120 gramm av amfetamini, sigur løgreglan á Seyðisfirði, sum nú kannar málið. Tað er ikki bert tíðindarenslið, sum verður hægri raðfest. Heimasíðan sjálv skal broytast, so meira fast burturúr, tá brúkarin kemur inn á síðuna. Hetta merkir, at grafiska myndin verður broytt, sigur Barbara Samuelsen, deildarleiðari Spurningur er komin, um løgreglufólk kunnu koyra skjótari enn hámarksferðin ásetur. Vit eru tvær sum koyra saman til arbeiðis úr eysturoynni til havnar, og síðstu vikurnar hava vit ja so gott sum hvønn morgun verið yvirhálaðar av einum politibili. Vanliga liggur ferðin hjá okkum um 80 90km t, sum er ov nógv, og vit hava tískil diskutera eitt sindur um hvussu vit høvdu havt tað um vit vóru steðgaðar av løgregluni fyri ferð, nú tá vit vanliga vera yvirhálaðar av løgreglu sum koyrir skjótari enn vit. Og slíkt prát oftani endar við fleiri spurningum enn svarum, so sum Hvat er munurin í ferðsluni hjá vanligum fólkið og løgregluni Er munur á ferðsluhámarkinum hjá vanligum fólkið og hjá løgregluni Er munur á hámarksferðini hjá einum civil bili hjá løgregluni og einum vanligum politibili Er munur á hámarksferðini hjá einum politibili í útrykkningi og einum politibili, sum ikki er í útrykningi Høvdu tit kanska hjálpt okkum við hesum spurningunum Tí samtykti býráðið í gjárkvøldið at játta 100.000 krónur, so tey, sum búgva á Boðanesheiminum, sleppa at roykja innandura uttan at órógva onnur. Ætlanin er eisini at hava eitt afturvendandi panel, sum, saman við Annu Ellingsgaard, fer at viðgera ymisku spurningarnar. Anna Ellingsgaard, journalistur, er vertur, og fyrsti pressutáttur verður 6. mars eftir tíðindini klokkan 9. Nú ætlanin er gera nakrar heilsudeplar, har millum annað kommunulæknar skulu vera, er spurningurin, um vit ikki júst nú eiga at samráðast um at leggja kommunulækna skipanina heilt og fult til landið, sigur Steinbjørn O. Jacobsen. Hann sigur, at verandi skipan, har kommunurnar rinda viðtaluhøli, útgerð, bústað til avloysarar, ja, snøgt sagt karmarnar, hava kommunurnar onga ávirkan á, hvussu kommunulækna skipanin verður stýrd og rikin. Tí spyr virkandi borgarstjórin í Klaksvík, um ikki er vert at royna at hava bæði fíggjarliga partin og umsitingarliga partin hjá sama myndugleika, hjá landinum. Hann vísir á, at Heilsumálaráðið hevur allan avgerðarrættin um innihaldið í kommunulæknaskipanini. Men kommunurnar gjalda stóran part av tí, sum krevst fyri at skipanin skal virka. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í tunnilsmálum, sigur, at hann hevur fingið at vita frá løgfrøðingum, at hann hevur bæði skyldu og heimild til at flyta milliónina, sum CIP skal hava, tí CIP ikki fekk sáttmálan við Í telduposti til aðalstjóran í Fíggjarmálaráðnum tann 12.januar biður Rune Bro Róin í CIP um at fáa milliónina flutta á kontu hjá P F Eysturoyartunlinum, sum CIP og Lív eiga. Og aðalstjórin í Fíggjarmálaráðnum er meira enn vælkomin at seta seg í samband við CIP, um hann hevur okkurt at spyrja um ella viðgera í sambandi við tunnilsverkætlanina, skrivar Rune Bro Róin eisini. Ein heilt annar spurningur er, um Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, hevði loyvi til at gera avtaluna um CIP milliónina. Tí spurninginum skal kanningarstjórin svara. Vit eru sannførd um, at vit eiga at halda fast við hjúnabandið millum ein mann og eina konu. Húskið við manni, konu og børnum hevur altíð verið kjarnin og grundeindin í samfelagi okkara, og eingin ivi kann vera um, at ein familja, har mamma og pápi eru tilvitað um sína ábyrgd, er bestur karmur um ein natúrligan og góðan uppvøkstur. Júst tað, at maður og kona eru ólík, ger, at mamman og pápin eru teir týdningamestu identifikationspersónarnir og fyrimyndirnar hjá barninum, og hava tey stóran týdning fyri menningina av samleikanum og sjálvsmyndini hjá einum barni. Flest allir hoyringspartar, sum hava verið inni í nevndini, hava lagt stóran týdning á rættindini hjá teimum samkyndu. Samkynd hava til allar tíðir verið partur av okkara samfelagi, tó tey ikki hava verið ein væl lýddur samfelagsbólkur, hetta eiga vit at fyrihalda okkum til, ístaðin fyri at tiga málið burtur. Vit mugu staðfesta, at samkynd hava ikki nøktandi rættindi í dag, og verða ikki viðurkend fyri teirra samleika. Vísandi til tað, sum ávísir hoyringspartar hava borið fram undir nevndarviðgerðini av hesum máli, vilja undirritaðu leggja dent á, at politisku Føroyar eiga at arbeiða fyri at bøta um rættarstøðuna hjá samkyndum soleiðis, at samkynd fáa tey rættindi, sum tey hava tørv á, fyri at kunna virka og liva í føroyska samfelagnum. Rættindi, sum tey ikki hava í dag. Undirritaðu fara ikki at mæla til at taka undir við uppskotinum. Tó vilja vit vísa á, at málið átti at staðið sum eitt etiskt mál, hvar persónliga støðan hjá hvørjum einstøkum tinglimi átti at verið avgerandi. Fyrrapartin róku myrk skíggj, ið høvdu regn og torusláttur við sær, inn yvir australska stórbýin Sydney, ið førdi til seinkingar í almennu ferðsluni. Her kanst tú síggja, tá ódnarveðrið rakti Sydney, upp á ein minutt í eini sonevndari tíðartódn, har fleiri tímar eru kókaðar niður í ein slakan minutt. Hugdi inn á heimasíðuna hjá tykkum og legði eg serliga merki til, at har vóru bæði sálarfrøðingar, prestar og onnur, sum nokk hava meir vitan um evnið, enn flestu av okkum. Havi lagt hendan spurningin tekstin sum er undir her, í ein bólk á facebook, sum eg havi nevnt fyri hjálp Sjálvmorðstankar ein depressión ella eitt konstruktivt val Havi í longri tíð ár gingið og umhugsa sjálvmorð, og eru tankarnir blivnir meir og meir intensir ígjøgnum árini. Grundin til at eg ivist, um tað er ein depressión, ella um tað er eitt val, er at, út frá at hyggja uppá pluss og minus við lívinum, so síggi eg nógvar fyrimunir hjá mínum avvarandi, at eg tók lívið av mær, so tey kundu komi víðari í teirra lívið, sum uppá nógvar mátar, er tyngt av mær og mínum trupulleikum. Men lat meg sláa fast, at tað er eingin ivið í mær, um at tey eru ótrúliga góð við meg, og vilja mær alt tað besta uppá allar mátar. Gamaní er eitt andlát í familjuni ein sorgarleikur, men um man til dømis kemur út fyri einari vanlukku , sum ikki beinleiðis kann tulkast sum eitt sjálvmorð, so er tann sterka sorgin ikki varandi. Men mín spurningur er Er tað ALTÍÐ ein depressión, ella kann tað vera gjøgnumhugsað cost benefit nú hugsi eg ikki so nógv, um støður har ein mamma pápi loypir í deyðan fyri at redda sítt barn, sum er ein heilt onnur støða, men meir at man ígjøgnum langa tíð, kann síggja, at støðan ikki blívur betur í lívinum hjá mær okkum, so leingi sum at eg eri í vegin fyri framgongdini hjá teimum, sum eg eri allarbest við og bara fyri, at tað ikki skal fullkomiliga misskiljast, so liggi eg ikki avlamin í einari song ella nakað sovorði, men havi ígjøgnum fleiri tíðarskeiðir havt svárar depressiónir men um eg hyggi forbí sjálva depressiónina, so havi eg sera tungt við, at bjóða teimum, sum eg eri best við hettar, eftirsum at so long tíð er gingin uttan at eg síggi nakran varandi bata. Og man sær hvussu nógv tað ávirkar teirra lív, til tað verra. Hey Eg og maður mín hava verið gift í 10 ár og eiga tvey deilig børn. Eg eri komin har til, at eg eri meiri og meiri bangin fyri vreiðini, sum eg síggi at maður mín ber uppá. Eg eri bangin fyri at tað byrjar at koma yvir meg og børnini. Hann hevur ongantíð sligið meg ella rørt við børnini, men hann hevur onkumtíð tikið sera fast í mínar armar, ja, enntá at eg havi fingið blá merkir í armin. Men hann biður um fyrigeving beinanvegin og ger tað so ikki aftur í langa tíð. Men kortini síggi eg vreiðina, sum hann hevur og hann blívur óðari og óðari við meg og børnini. Vreiðin haldi eg kemur frá nógvum sárum frá sínum foreldrum í barna og ungdómsárðum. Men eisini frá at missa arbeiði og onnur keðilig forhold. Upprunaliga var ætlanin at samráðingarnar skuldu vera í tveir dagar, mánadagin og í gjár. Útlitini fyri semju eru kortini somikið góð, at partarnir eru sinnaðir at halda á til fríggjadagin, um tað verður neyðugt. Tað kom stígur í samráðingarnar, tá tað kom fram, at ES skal hava helvtina av grønlendsku makrelkvotuni. Norðmenn eru í øðini um tað, og tað tykist skilja partarnar í løtuni. Fyri bæði Norra og ES hevur tað skund at finna semju. Donsk skip sleppa millum annað ikki at fiska í norskum øki, tí tey eru ikki samd um eina fiskivinnuavtalu fyri í ár. Avtalan er ikki undirskrivað, tí siðvenja er, at kvoturnar um makrelin skulu býtast millum strandarlondini, áðrenn ES og Norra finna semju sínámillum. Nógv donsk skip á vesturstrondini í Jyllandi eru rakt av banninum. Føroyska U 21 landsliðið skal spæla ein dyst afturat í hesi EM undankappingini. Hann verður 9.september á heimavølli móti Montenegro. Varðhaldsfongslingar í Føroyum eru longri enn í Danmark. Eisini verji hjá fólki, sum hava verið skuldsett í Føroyum, fýlist á drúgvu varðhaldsfongslingarnar. Fyri at forða fyri korruptión er neyðugt at hava opinleika um einskiljingar. Ávarðingin verður staðfest í almennari frágreiðing, men ógreiða valdar um, hvat einskiljing merkir. Noomi Gregersen, ph.d.lesandi við Aarhus Universitet, hevur saman við øðrum skrivað grein í februar útgávuni av tíðarritinum Psychiatric Genetics um granskingina, har leitað verður eftir, um serligar ílegur eru tengdar at panikk angist. Eisini hevur ein kvinna skrivað til Kathrinu. Hon er meira og meira bangin fyri vreiðini hjá manninum, sum hevur sligið son teirra, og mangan hevur givið henni blá merki. Varðhaldsfongslingar í Føroyum eru longri enn í Danmark. Eisini verji hjá fólki, sum hava verið skuldsett í Føroyum, fýlist á drúgvu varðhaldsfongslingarnar. Í Danmark varð rættargangslógin av somu grund broytt fyri nógvum árum síðan. Fyri at forða fyri korruptión er neyðugt at hava opinleika um einskiljingar. Ávarðingin verður staðfest í almennari frágreiðing, men ógreiða valdar um, hvat einskiljing merkir. Í summar vóru 30 ár síðani teir fyrstu næmingarnir byrjaðu á Føroya Handilsskúla við Marknagilsvegin í Havn. Áðrenn hesin bygningurin varð tikin í nýtslu, hevði handilsskúlaundirvísingin verið hildin sum kvøldskúlaskeið runt um í landinum í meira enn 35 ár. Til tess at hátíðarhalda 30 ára dagin skipar Handilsskúlin fyri móttøku á skúlanum í dag frá kl. 15 17, undir heitinum vinna, útbúgving, innovatión og íverksetan. Umframt røður, sum eitt nú Helena Dam á Neystabø, Bjørn Kalsø og Jóhanna á Bergi halda, er tónleikur á skránni. Handilsskúlakórið syngur, og bólkurin Lover Lover spælir. Í hesum sambandi hevur útoyggjafelagið gjørt eina heimasíðu og ein film, sum skulu marknaðarføra útoyggjarnar sum spennandi ferðamál. Málið við heimasíðuni og filminum er at skapa áhuga fyri Føroyum sum ferðamannalandi, við fokus á útoyggjarnar sum gimsteinar í krúnuni. Samgongan feldi í gjár uppskotið hjá stóru andstøðuflokkunum um at geva teimum, sum bara hava fólkapensjón og samhaldsfasta at liva av, nakrar krónur afturat um mánaðin. Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin ætlaðu, at giftir fólkapensjónistar skuldu fáa 250 krónur og stakir 350 krónur meira um mánaðin frá februar í ár at rokna. Hóast manningin skal av landinum, so merkir tað ikki, at teir eru vístir av landinum, tí teir hava ikki fingið innferðarbann. Arbeiðs og uppihaldsviðurskiftini hava ikki verið í lagi hjá manningini, og tí skulu teir av landinum. Bjørt Samuelsen heldur, at tað er gott, at Brandur Sandoy og Eivin Jacobsen mótmæla, at samgongan ikki sleppur at atkvøða eftir egnari sannføring í málinum um hjúnabandslógina, men tað er harmiligt, at samgongan roynir at køva vanligar fólkaræðiligar mannagongdir. Hóast Lviv liggur heilt har vesturi í landinum og langt burtur frá bæði Krim hálvoynni og høvuðsstaðnum Kijev, so merkjast spenningarnir væl í býnum. Ukrainar eru ikki heilt vísir í, hvussu langt Rusland kann fara í stríðnum við Ukraina. Men teir eru ørkymlaðir, sigur Heini Mikkelsen. Hesa vikuna og í næstu viku, skriva børn í 6. og 7.flokki morgunlestrar. Tey lesa sjálvi. Í dag lesur og skrivar, Ragnar Weihe í 6. flokki í skúlanum á Giljanesi Í dag hoyra vit fyrra part av søguni Herviligi Henry í bað. Bergur Rasmussen týddi. Elin á Rógvi leggur til rættis. Dánjal Tausen var tøkningur. Ongi útlit eru fyri semju í hesum umfari og tí fara Føroyar nú at áseta makrelkvotuna fyri í ár, sigur Jacob vestergaard, landsstýrismaður við fiskivinnumálum. Endamálið við stevnuni er at lýsa, hvørjari støðu Føroyar eru í, tá tað kemur til orku og umhvørvi og hvønn veg tað gongur. Hvørjir møguleikar ella forðingar eru hjá vinnuni og landinum at virka eftir Er núverandi orku og umhvørvispolitikkur ein forðing ella møguleiki fyri land og vinnu Og klára vit at umsita og lúka altjóða krøv eru nakrir av spurningunum, sum verða settir. Fleiri fyrilestrar verða, millum annað um hvussu tað gongst við varandi orku, um sjóvarfalsorku, avbjóðingar í føroysku el skipanini og um hvussu er statt við globalu upphitingini. Ráðstevnan endar við einum orðaskifti um orku og umhvørvi.Tað eru Jarðfeingi, SEV, Fróðskaparsetur Føroya og Umhvørvisstovan, sum skipa fyri. Suni Selfoss ein av fyriskiparunum avdúkaði í morgun fýra nýggj nøvn til Sørvágs Country og Blues festivalin í summar. Uni Debess amp The Tomcats, Evi Tausen, Vestmenn og Lív Næs amp Tróndur Enni fara í døgunum 13 14 juni at spæla á Dungasandi. Kvinnubólkurin Flamma, Hallur Joensen, Magni Christiansen og útlendska navnið Dick van Altena eru nøvn, ið longu eru avdúkað. Hoyr Suna Selfoss avdúka nøvnini og fá ein brellbita av einum lagi frá hvørjum bólki einstaklingi. Vísitalið fyri føroysk húsarhald er vaksið úr trimum upp í níggju. Húsarhaldini, sum eru spurd, svara nakað tað sama sum í fjør summar. Metingarnar um búskapin og arbeiðsloysið næstu 12 mánaðirnar eru jaligari enn tær vóru. Flestu húsarhaldini svara, at tey vænta mest sum óbroytta fíggjarstøðu næsta árið, og at tey framvegis spara nakað upp. Men samanumtikið er konjunkturvísitalið lækkað úr 32 niður í 23 síðani í fjør summar. Vísitølini fyri tilfeingisvinnuna og ídnaðin, handilsvinnuna og tænastuvinnuna eru nakað lækkað. Men byggivinnan hevur framgongd, vísitalið er hækkað úr 32 upp í 47. Byggivinnan væntar at fáa brúk fyri meira arbeiðsmegi. Trot á fólki avmarkar í løtuni byggivinnuna. Spurningurin til Vár í Ólavsstovu í morgun var soljóðandi Sá herfyri eina lýsing sum var soljóðandi Nakrir turrir bógvar til sølu er hetta rættur málburður Eitur tað ikki bøgir í fleirtali Nú eru øll farin at eta tað sum íslendingar kalla skyr hvussu siga vit á føroyskum skyr ella sjir Og hvat er skyr Er tað tað sama sum vit kallaðu rómastamp í gomlum døgum Og so er tað orðið selfi, hvussu kann tað umsetast Hóast Jakob Jónsson hevur fingið góð úrslit við KÍF, h ann vann greipuna í fjør, og førdi kollfirðingar í steypafinaluna í ár, so er hann nú uppsagdur Signar Rasmussen, formaður í KÍF, sigur við Kringvarpið, at orsøkin til uppsøgnina er, at úrslitini í seinastuni hava ikki verið nøktandi, og at felagið heldur, at tað er neyðugt við nýggjum venjara, fyri at venda gongdini. KÍF er í løtuni á øðrum plássi í landskappingini, sum gevur atgongd til FM finaluna. Teir eru eitt stig aftanfyri nummar eitt, VÍF, og fimm stig frammanfyri nummar trý, sum er STÍF At lesa skaldsøgur gera teg til eitt betri, rúmligari og klókari menniskja. Tað heldur Anna Ellingsgaard, sum var í Lesikrókinum í morgun. Avgjørt er at gera eina útvinsluroynd. Verður úrslitið jaligt, verður ein síðusporsbrunnur boraður fyri at kanna, hvussu víður olju og gassfundurin er. Avgjørt er at gera eina útvinsluroynd. Verður úrslitið jaligt, verður ein síðusporsbrunnur boraður fyri at kanna, hvussu víður olju og gassfundurin er. Pil er ein av trimum leiti og metingarbrunnum, sum Faroe Petroleum er við í nú. Hinir eru Solberg, har eigur Faroe Petroleum 20 prosent, og Butch East í Norðsjónum, sum Faroe Petroleum eigur 15 prosent í. Lóggávutingið á Krim hevur einmælt samtykt, at ukrainska hálvoyggin, Krim, skal gerast partur av Russlandi, skrivar russiska tíðindastovan RIA. Íbúgvarnir á Krim hálvoynni skulu á fólkaatkvøðu 16. mars gera av, hvørt Krim skal gerast partur av Russlandi, hava limir í lóggávutinginum á Krim einmælt samtykt. Krim hálvoyggin, hvørs íbúgvar fyri tað mesta eru russar, hevur, síðan forsetin í Ukraina, Viktor Janukovitsj, varð rikin frá, verið miðdepil í stríðnum. Fyrisitingin skal verða meira einføld, og í so máta er spurningurin um at lógaráseta, hvussu nógv stjórnarráð skulu vera, ikki relevantur. Vit hava prógvað, at tað er samanhangur millum kálk í matinum hjá fólki og fiti, sigur Sofus C. Larsen, granskari á Institut for Sygdomsforebyggelse á Frederiksberg Hospital. Dámar tær mjólk, ost og smør, kanst tú fegnast. Nýggj gransking vísir, at fært tú nóg mikið av kálki í matinum, eru sannlíkindini eisini minni fyri, at tú verður feit ella feitur um miðjuna. Tað er høvuðsniðurstøðan, sum eitt lið av granskarum eru komnir fram til í danskari gransking, har 7.569 fólk vórðu kannað, skrivar videnskab.dk Sum heild prógvar okkara gransking, at tað er ymiskt, júst hvussu kálk ávirkar fitiinnihaldið hjá fólki, sigur Sofus C. Larsen, granskari. Eitt er tó heilt greitt. Fólk, ið ikki fáa nóg mikið av kálki í mjólkarúrdráttum, eru í størri vanda fyri at gerast feit um miðjuna er høvuðsniðurstøðan í granskingini. Tískil skal tað ikki skiljast sum at mjólkarúrdráttir skulu nýtast sum ein klænkingarkurur. Granskingin prógvar, at tað er ójavnt, í hvønn mun kálk í mati ávirkar fita hjá fólki. Tað er munur á í hvørjum mati tú fært kálk gjøgnum føðina, kemur fram í granskingini. Kálk, sum er í osti, hevur betri árin enn kálk í mjólk og smøri, vísa granskingarúrslitini. Hetta hongur saman við tarmskipanini hjá fólki. Calcium í osti er betri, tí feittið í osti verður betri skilt út í tarmunum, sigur Sofus C. Larsen, granskari. Granskingarliðið vónar, at nýggju granskingarúrslitini kunnu byrta undir, at enn meira verður gjørt við at kanna árinini, mjólkarúrdráttir kunnu hava á heilsuna hjá fólki. Regin hevur nógv jørn í eldinum, og í sendingini greiðir hann frá fleiri verkætlanum, ið hann er og hevur verið partur av. Líka frá framleiðslu av felgureins til skapan av granskingarpark í hølunum hjá Vinnuframa. Fyritøkuna Globi, ið framleiddi sms skipanir og appir til snildfonir, seldi Regin í fjør summar, tá hann eisini flutti heim til Føroyar eftir tvey ár í Danmark. Í privatlívinum eru eisini hendar broytingar seinastu tíðina. Regin er júst fyltur tredivu ár, og stutt fyri jól bleiv hann pápi á fyrsta sinni. Høgni Mohr og Símun Jóannesarson Hansen siga sína hugsan um hvar markið hjá almenna Kringvarpinum gongur. Pressutátturin varpar ljós á nýggja rákið at journalistar fara frá etableraðu miðlunum, og heldur velja at arbeiða sum sjálvstøðugir journalistar í egnari fyritøku Omanfyri kanst tú hoyra pressutáttin frá í morgun við Annu Ellingsgaard. Sálmurin sum ber til at hoyra her á heimasíðuni, hevur Sólrun Michelsen yrkt. Oddvør Johansen spælir urgu og kirkjulíðið í Hoyvíkar kirkju syngur. Rútmiski tónleikurin í Føroyum er miðskeiðis í 90 árunum fyri eini kollveltandi vend. Tá ganga Norðurlandahúsið, Føroya Undirhaldstónleikafelag, Sjónvarp Føroya og Útvarp Føroya saman um tónleikakappingina Prix Føroyar. Tiltakið, sum er annaðhvørt ár, fer av bakkastokki í 1995. Ansurin fyri hesum átaki er ovurstórur frá fyrsta degi. Ungdómar leita nú saman í tónleikabólkar sum aldrin fyrr, og nýggir sangir verða skrivaðir í hópatal. Ikki færri enn 28 bólkar eru við fyrsta árið, og talið økist í árunum, sum koma. Sendingar verða gjørdar um undanumførini, og sent verður beinleiðis frá finaluni í Norðurlandahúsinum. Tónleikabólkarnir koma nú inn í hvørja stovu í landinum. Vit fáa í hesum parti søguna um bólkarnar, sum vunnu Prix Føroyar fyrstu tríggjar ferðirnar Moirae í 1995, Mark No Limits í 1997 og Taxi í 1999. Hetta eru samstundis uppgonguár í Føroyum eftir lemjandi kreppuna fyrst í 90 unum. Áræði og bjartskygni merkist aftur á fólki. Samfelagshjólini fara aftur at mala sum vant, og føroyingar flyta so smátt heimaftur at búgva. Ein, ið flutti heim í kreppuárum, er gávaða songkvinnan Lena Anderssen. Og tá ið hon í 1997 hitti tann ikki minni gávaða Niclas Johannesen, er ein hin mest spennandi duettin í føroyskum tónleiki veruleiki. Lena og Niclas leggja nógv fyri og lata frá sær fleiri dygdarútgávur, sum eisini vekja ans uttanlands. Tey eru eisini eitt rend í studio 2 í heimskendu upptøkuhølunum á Abbey Road í London, har The Beatles tóku upp sínar sangir í 60 unum. Í nýggjastu búskaparfrágreiðingini verður millum annað gjørt vart við, at s amfelagið ikki í nóg stóran mun fær ágóðan av skattalættanum. Umframt at fartelefonin skal arbeiða saman við tannbustini, tola nýggjastu fartelefonirnar vatn, og vatn verður eisini framtíðar orkukeldan. Hvussu kann eitt listarverk gerast, ið á virðiligasta hátt heiðrar minnið um tey 69 ungu fólkini, ið lótu lív á norsku oynni, Utøya, 22. juli 2011 Tað var spurningurin, ið listafólk skuldu taka støðu til, tá ein kapping varð útskrivað, ið skal heiðrað minnið um ungu fólkini, ið vórðu myrd á norsku oynni. Uppskotið hjá svianum, Jonas Dahlberg, er, at klúgva Utøya í tvey fyri at ímynda allan skilnaðin, ið er komin í lívið hjá fólki eftir hópdrápini á Utøya. Gjógvin, ið sambært uppskotinum er 3,5 metrar í breiddini, skal eisini ímynda opnu sárini hjá teimum, ið eftir sita aftaná hópdrápini á Utøya, skriva netmiðlar. Bústjórin í trotabúnum, Christian Andreassen, advokatur, ætlar tó ikki at krevja endurgjald frá nevndarlimunum fyri at fáa fleiri pengar til trotabúgvið. Men tað loysir seg ikki at krevja endurgjald, sigur Christian Andreasen, bústjóri, nú kanning staðfestir, at nevndarlimirnir í Eik Grunninum millum annað hava brotið roknskaparreglurnar Í Reiðrinum hesaferð hava vit eina samrøðu við Rólant Waag Dam, ein av fyriskiparunum av føroysku tónlistaviðurslønunum, Faroese Music Awards. Fyrr í vikuni skipaðu nakrir næmingar úr Hoydølum fyri einum kjaktiltaki, sum er tað fyrsta av sínum slag í Hoydølum. Evnið var relgión í politikki. Vit fingur orðið á tveir av kjakarunum og eisini greiddi Jógvan Mellemgaard, ein av fyriskiparunum, okkum frá tiltakinum. Hoyr eisini eina samrøðu sum Tummas og Sanna høvdu við leikararnar í leikinum Fuck, sum varð sýndur í fólkaskúlum kring landið síðstu tvær vikurnar. Ingun í Skrivarastovu, forkvinna, Andrias Høgenni, næstformaður. Skrivari Sigga Vang, kassameistari Julia í Kálvalíð, og Sámal Jákup Jakobsen, nevndarlimur, sum starvast hjá Klippfisk. Tiltakslimir eru Elin B. Heinesen og Dávur Djurhuus. Felagið fegnast um, at stig nú eru tikin til at 500.000 krónur eru markaðir til filmslist og vinnu. Hetta er eitt framstig. Tá hugsað verður um, hvussu stóran mun tær 200.000 krónur sum grunnurin hjá Norðurlandahúsinum og Klippfisk hava gjørt, ber til at siga, at hetta kann stimbra einari veruligari filmsvinnu herheima. Nýggju gaggurnar frá Adidas eita Samba Primeknit. Gaggurnar eru komnar á marknaðin eftir at nógvir rennarar tóku væl ímóti bundnum renniskóm. Adidas hevur gjørt avtalu við Liverpool spælaran, Luis Suarez, um at hann skal spæla í gaggunum. Fyrsti dysturin verður móti Manchester United 16.mars. Og vinnarin er Peugeot 308. Sigurin var sannførandi, tá dómarar í gjár atkvøddu um ársins bil í Evropa 2014 á ráðstevnu í Gen ve í Sveis. Peugeot 308 fekk 307 stig, nummar tvey varð el bilurin BMW i3 við 223 stigum og nummar trý gjørdist ein annar el bilur, Tesla S, ið fekk 216 stig. Tað vóru 58 tíðindafólk innan bilaídnaðin í Evropa, sum í gjár atkvøddu franska Peugeot inn á fyrsta plássið sum ársins bil í Evropa 2014 í Gen ve. Wacken Metal Battle er tónleikakapping, sum gevur ókendum bólkum, ið ikki hava s ttmála við plátufelg, ein pall at spæla á. Fleiri enn 40 lond luttaka í kappingini. At enda kappast einstøku vinnarnir í finalu á heimsgitna tungmálmfestivalinum Wacken í Schleswig Holstein í Týsklandi. Ein samtykt í býráðnum týskvøldið fer at hava við sær, at skipaði ítrótturin hereftir ikki tørvar at skipa fyri óteljandi stuðulstiltøkum til tess at fíggja hallarleiguna, hereftir verður hon ókeypis. Hetta verður gjørt fyri at menna ungdóms og ítróttararbeiðið í kommununi. Serliga hugsa vit um, at feløgini skulu sleppa undan at brúka so nógva tíð og orku til at skipa fyri stuðulstiltøkum, fyri at fáa tað at hanga saman fíggjarliga, og heldur brúka tíðina óskerda til ítróttin og ungdómsarbeiðið, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri. Hetta merkir millum annað, at hereftir verður hallarleigan ókeypis. Vit fara at samskipa arbeiðið við feløgini og gera eina nýggja reglugerð, eftir ætlan kemur skipanin í gildi um góðar tvær vikur. Alt býráðið dugdi at síggja týdningin av tí ómetaliga stóra arbeiði, ítróttarfeløginigera fyri menningina og trivnaðin serliga hjá børnunum og teim ungu, og málið varð eisini einmælt samtykt, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri. Makrelsamráðingarnar slitnaðu í gjárkvøldið, men hesaferð vóru tað ikki Føroyar, sum lógu í buktini. Sum skilst eru tað Norra og Ísland, sum ikki kunnu semjast. Partur Føroya av heildar kvotuni, var komin upp um tey 11,9 prosentini, sum Maria Damanaki hevði við sær til Føroya, og tað var Jacob Vestergaard til reiðar at góðtaka. Við semjuni millum Noreg, ES og Føroyar um makrelbýtið skuldi borið til, at tey londini sínámillum avtalaðu, at kunna fiska inni hjá hvørjum øðrum. Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur og fyrrverandi formaður í Búskaparráðnum, var í sjónvarpsstovuni og greinaði nýggjastu búskaparfrágreiðingina. Vestmanna kommuna hevur eina tíð arbeitt við einari ætlan um at byggja eina nýggja læknamiðstøð. Men í sambandi við eina vitjan hjá heilsutrygd í kommunulæknaviðtaluhølunum kom fram, at tað als ikki er vist, at kommunulækni kemur at vera verandi í Vestmanna aftan á at heilsunýskipanin er framd. Pauli Petersen sigur, at hann á fundinum fekk at vita, at sum er verður kommunulæknin í Vestmanna verandi. Hann fekk eisini at vita, at heilsunýskipanin verður framd áðrenn summarfrítíðina, og tá verður tað upp til kommunurnar sjálvar at skipa síni læknaviðurskifti í hesum økjum. Timelapse. Tað er útlendska heitið fyri eitt av teimum nýggjaru fyribrigdunum innan myndatøku. Á føroyskum nevnist fyribrigdið tíðartódn. Túsundtals myndir verða tiknar og síðani settar saman til ein film, har hendingar og umhvørvið kunnu vísast við nógv hægri ferð enn í veruleikanum. Sí upptøkurnar hjá Jóannis Sørensen, tá norðlýsið upplýsir blankar veturnætur og tá stjørnur fara sum skot eftir himmalhválvinum á vetrartíð í Føroyum. Hesa vikuna og í næstu viku, skriva børn í 6. og 7.flokki morgunlestrar. Tey lesa sjálvi. Í dag lesur og skrivar Eva G. Justinussen í 7. flokki í skúlanum við Løgmannabreyt. Í dag hoyra vit seinna part av søguni Herviligi Henry í bað. Bergur Rasmussen týddi. Elin á Rógvi leggur til rættis. Dánjal Tausen var tøkningur. Trotabúgvið skuldi endaliga avgreiðast í Skiftirættinum í gjár, men fyrst í vikuni fekk trotabúgvið eitt krav afturat, 645.000 krónur, frá Skráseting Føroya. Bústjórin, Christian Andreassen, góðtók ikki kravið, og so fekk Skrásetingin nakrar vikur at hugsa um støðuna. Skrásetingin kann stevna trotabúnum eftir pengunum. Sambært grunnalóggávuni skal ein grunnur, sum verður granskaður, sjálvur rinda granskingina, men grunnamyndugleikin, í hesum førinum Skráseting Føroya leggur pengarnar út. Skrásetingin metir, at granskingin kostar hálva aðru millión krónur. So nógvar pengar vil løgtingið ikki játta, og tí er granskingin ikki liðug. Men longu nú hevur Eyðfinnur Jacobsen, advokatur, sum hevur granskað Eik Grunnin fyri Skrásetingina, staðfest, at nevndin í Eik Grunninum helt ikki roknskaparreglurnar. Nevndin tók stig, sum hon ikki hevði fingið loyvi til frá Skráseting Føroya, og hon gjørdi móti endamálsgreinini hjá grunninum. Ella valdu bara nógv fleiri nú, tí tað er vorðið lættari at velja. Til hetta valið fingu allir tryggingartakarar atkvøðuseðil við postinum. Fyrr skuldu tey, sum ætlaðu sær at velja, biðja um atkvøðuseðil. Nógv flestar atkvøður fekk Ingeborg Godtfred. Hon fekk 940 atkvøður. Ingeborg Godtfred hevur longu verið trý valskeið í umboðsráðnum. Hon er eisini í nevndini hjá TF Holding. Umboðsráðið er ovasti myndugleiki í TF Holding samtakinum. Umboðsráðið er harafturat aðalfundurin hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna. Ella valdu bara nógv fleiri nú, tí tað er vorðið lættari at velja. Til hetta valið fingu allir tryggingartakarar atkvøðuseðil við postinum. Fyrr skuldu tey, sum ætlaðu sær at velja, biðja um atkvøðuseðil. Nógv flestar atkvøður fekk Ingeborg Godtfred. Hon fekk 940 atkvøður. Ingeborg Godtfred hevur longu verið trý valskeið í umboðsráðnum. Hon er eisini í nevndini hjá TF Holding. Umboðsráðið er ovasti myndugleiki í TF Holding samtakinum. Umboðsráðið er harafturat aðalfundurin hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna. Hesi vórðu vald Ingeborg Godtfred 940 Magni Arge 409 Súni í Hjøllum 397 Karl Birgir Isaksen 374 John Kruse 373 Jákup Egholm Hansen 355 Arni Djurhuus Brattaberg 329 Annika Waag 30 1 Hanus Toftheyggj 295 Jóhannus Danielsen 292 Dánjal Petur Nielsen 289 Birgir Nielsen 286 Uni Danielsen 279 Niels Olaf Eyvindsson 264 Hallur Thomsen 262 Jákup Oluf á Lakjuni 218 Árni Jakobsen 217 Hesi vórðu ikki vald Teitur, Tinganest, Black Birds, Ragnar í Vík, Fríðbjørg Jensen, M.C. Restorff, All That Rain, Toftakórið, Annika Hoydal, Magni Christiansen, Fróði og Deiggj og Hatespeech. Savnið av bondum, plátum og fløgum í savninum hjá útvarpinum er stórt. So mikið stórt, at í næstu viku verður bert spældur føroyskur tónleikur dag og nátt í útvarpinum. Spæl føroyskt vikan í útvarpinum, har føroyskur tónleikur verður spældur allan sólarringin, byrjar mánadagin 10. mars og endar sunnudagin 16. mars. Innlimanin hevur fingið fyrrverandi forsætisráðharran í Ukraina, Juliu Timosjenko, at rópa varskó. Hon heitir á heimsins leiðarar at gera nakað við støðuna nú. Um vit loyva, at Russland 16. mars heldur fólkaatkvøðu um innliman í Russland undir hóttanum um valdsnýtslu, missa vit Ukraina og støðufestið í restini av heiminum, sigur Timosjenko sambært Reuters. Hon vil vera við, at tað eru russar, sum skipa fyri hesi fólkaatkvøðuni. Allir leiðararnir í ES londunum vóru á drúgvum fundi í Brússel í gjár. Á fundinum tóku leiðararnir avgerð um, at ES gevst við samráðingunum við Russland um at slaka upp á innferðarloyvi ella visum og um eina nýggja fíggjarliga avtalu, sum hevur fingið heitið, The New Agreement. Tann nýggja avtalan. Sum skilst er eisini semja millum ES londini um at herða tiltøkini, um russar sýta fyri at seta seg við samráðingarborðið fyri at finna eina friðarliga loysn saman við UkrA Ina. Um Ukraina ikki fær stuðul rættstundis, so er trupult at spáa um avleiðingarnar av, at ongin ger nakað, sigur Timosjenko. Hon heldur, at UkrA Ina er ov veikt til einsamalt at fara upp ímóti Russlandi, men hon útilokar ikki, at tey fara at nýta hermegi. Julia Timosjenko hevur verið forsætisráðharri tvær ferðir áður, og hon er ein av favorittunum til at gerast næsti forseti í Ukraina. Føroyska A landsliðið er á venjingarlegu í Spania. Venjingardysturin móti Malaga varð av ongum, tí at spanska fótbóltssambandið ikki vildi loyva føroyska landsliðnum at spæla dyst. Hetta var sjálvandi ikki tað, sum vit ætlaðu. Vit fara nú at seta okkum í samband við írska agentin, sum stóð fyri fyrireikingunum, og tað kann væl vera, at vit seta fram endurgjaldskrav, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari hjá FSF, við in.fo. Virgar Hvidbro sigur, at formliga hevði spanska fótbóltssambandið rætt at nokta føroyska liðnum at spæla. Altjóða reglurnar eru, at skal eitt landslið spæla dyst í øðrum landi, so skal viðkomandi land góðkenna, at dysturin verður spældur. Hetta hevur tó ongantíð verið praktiserað øll tey árini, sum vit hava verið í Spania á venjingarlegu, sigur Virgar Hvidbro. Ein onnur orsøk sigst eisini vera til at spanska fótbóltssambandið setti seg ímóti dystinum. Og hon er, at Føroyar eisini hava spælt dyst móti Gibraltar, sum er nýtt UEFA limaland. Spania hevur støðugt verið ímóti limaskapinum hjá Gibraltar, og tí hevur onkur ført fram, at talan kanska hevur verið um hevnisøku frá spanskari síðu. Men hetta vil Virgar Hvidbro, sambært in.fo, ikki gera viðmerkingar til. Frá á midnátt sunnukvøldið og sjey dagar fram verður bara tónleikur av føroyskum uppruna ella framførdur av føroyskum tónleikarum spældur í útvarpinum. Umleggingin av sjónvarpssendinetinum heldur fram í 2014. Gomlu analogu sjónvarps sendararnir verða sløktir so við og við, og í staðin sæst sjónvarpið hjá Kringvarpinum talgilt digitalt á sendinetinum hjá Televarpinum. Hjá summum hyggjarum er ikki neyðugt at gera nakað, hjá øðrum hyggjarum verður bara neyðugt at dagføra móttøku útgerðina, meðan onnur, við gomlum sjónvørpum, kunnu verða noydd at skifta sjónvarp. Fyrsta umleggingin verður framd um tríggjar vikur, tann 1. apríl. Tá fara íbúgvarnir í Klaksvík, Ánunum, Haraldssundi, Leynum, Hovi, Porkeri, á Nesi, í Økrum og Lopra bert at síggja Kringvarpið í Televarpinum. Eg eri gift, og hava maðurin og eg felags ogn. Eg havi ta fatan, at tað inniber, at vit í prinsippinum eiga alt í felag. Bæði tað smáa og tað stóra so sum innbúgv, bil, bát og pening, sum er eftir, tá goldið er fyri mat, upphiting av húsunum, lán, tryggingar og annað. Men hvør sær eiga vit ella hava ræði og avgerðarrætt yvir smálutum, so sum klæðum og øllum til persónliga røkt. Altso fyri meg er ikki talan um nakað millimetur mítt og títt, men mítt sjónarmið er, at tað er mark fyri, hvussu nógv makarnir hvør sær kunnu loyva sær at brúka av peningi til sín sjálvs uttan at spyrja makan eftir. Men hetta eru maðurin og eg ikki á einum máli um, skrivar lurtari til gestirnar í Also. Tríggir aðrir spurningar eru í sendingini hesaferð. Ein um 15 ára gamli sonurin skal sleppa at keypa sær skutara, ein um romantikk og ein um órudd. Nýggjar avbjóðingar 1995 1999 Rútmiski tónleikurin í Føroyum er miðskeiðis í 90 árunum fyri eini kollveltandi vend. Tá ganga Norðurlandahúsið, Føroya Undirhaldstónleikafelag, Sjónvarp Føroya og Útvarp Føroya saman um tónleikakappingina Prix Føroyar. Tiltakið, sum er annaðhvørt ár, fer av bakkastokki í 1995. Ansurin fyri hesum átaki er ovurstórur frá fyrsta degi. Ungdómar leita nú saman í tónleikabólkar sum aldrin fyrr, og nýggir sangir verða skrivaðir í hópatal. Ikki færri enn 28 bólkar eru við fyrsta árið, og talið økist í árunum, sum koma. Sendingar verða gjørdar um undanumførini, og sent verður beinleiðis frá finaluni í Norðurlandahúsinum. Tónleikabólkarnir koma nú inn í hvørja stovu í landinum. Vit fáa í hesum parti søguna um bólkarnar, sum vunnu Prix Føroyar fyrstu tríggjar ferðirnar Moirae í 1995, Mark No Limits í 1997 og Taxi í 1999. Hetta eru samstundis uppgonguár í Føroyum eftir lemjandi kreppuna fyrst í 90 unum. Áræði og bjartskygni merkist aftur á fólki. Samfelagshjólini fara aftur at mala sum vant, og føroyingar flyta so smátt heimaftur at búgva. Ein, ið flutti heim í kreppuárum, er gávaða songkvinnan Lena Anderssen. Og tá ið hon í 1997 hitti tann ikki minni gávaða Niclas Johannesen, er ein hin mest spennandi duettin í føroyskum tónleiki veruleiki. Lena og Niclas leggja nógv fyri og lata frá sær fleiri dygdarútgávur, sum eisini vekja ans uttanlands. Tey eru eisini eitt rend í studio 2 í heimskendu upptøkuhølunum á Abbey Road í London, har The Beatles tóku upp sínar sangir í 60 unum. Hvør hevur evstu ábyrgdina av barninum Er tað dagstovnurin, skúlin ella foreldrini Síðani Rudi Heinesen, lærari, fyrr í hesi vikuni skrivaði, at foreldrini mugu taka ábyrgd av sínum børnum, hava bæði foreldur og lærarar nógvar viðmerkingar til tað, ið hon hevur skrivað. Rudi Heinesen var í útvarpsstovuni í morgun. Ein nýggj app til Apple snildfonir kann nú vekja teg á morgni við luktinum av royktum fleski og ljóðinum, tá roykta fleskið verður steikt á pannuni. Tað er amerikanski kjøtframleiðarin, Oscar Meyer, ið hevur ment appuna, ið nú verður marknaðarførd við heitinum Wake Up amp Smell the Bacon . Ein app verður løgd á snildfonina, og ein elektronisk eind verður sett til snildfonina. Síðan kanst tú seta snildfonina at vekja teg við luktinum av royktum fleski. Fyribils kann Wake Up amp Smell the Bacon bert brúkast til vørur hjá Apple. Tað vil siga iPhone og iPad. Eini 300 fólk kring landið hava verið til tiltakið Í meðan vit bíða eftir arbeiði , sum arbeiðsloysisskipanin hevur ferðast við kring landið í seinastuni. Í dag klokkan 13.00 verður ein sýning á Østrøm, har tey við sjónleiki og øðrum varpa ljós á tilveruna sum arbeiðsleys. Men hvussu kann eitt tiltak sum hetta hjálpa einum, ið júst hevur mist arbeiðið Vit vóru á Østrøm í morgun. Vladimir Putin, russiskur forseti, greiddi Obama frá, at Russland ikki longur kann síggja burtur frá áheitanum, ið russiskir politikarar eru komnir við í seinastuni. Lóggávutingið í Krim hevur einmælt samtykt, at Krim skal uppí Russland og hevur somuleiðis útskrivað fólkaatkvøðu um málið, ið verður hildin 16. mars. Ítróttarsambandið fyri fólk við breki í Ukraina hevur játtað, at landið luttekur á Sochi Winter Olympics, ið byrja í dag, hóast ógvusliga ófriðin í landinum farnu mánaðirnar. Ein nevnd, mannað við professarum í løgfrøði á universitetum í grannalondunum, hava mett um avrik og førleikarnar hjá Kára, og útfrá tilfarinum, hava tey mett Kára skikkaðan til professaraheitið. Tilfarið, sum metingarnevndin fekk at arbeiða við, vóru vísindaligar greinir, bøkur og tilfar um ta undirvísing, Kári hevur havt, umframt yvirlit yvir vísindaligu greinir hansara. Kári á Rógvi starvast í dag sum lektari á Fróðskaparsetrinum. Á setursdegnum, týsdagin 20. mai, fer Kári at halda professarasetanarfyrilestur. Kelda Setur.fo Karsten Hansen vil ikki siga, nær hann fer úr sessinum, hóast Jenis av Rana sigur, at Miðflokkurin fer at skifta landsstýrisfólk í summar. J amp K Petersen átti lægsta boðið uppá at byggja koplingarstøðina í Húsahaga. J amp K Petersen hevur bjóðað seg til at byggja nýggju vindmyllukoplingarstøðina fyri slakar 16 milliónir krónur. Articon bjóðaði eisini. Boðið hjá Articon var góðar 16,6 milliónir krónur. Tað sigur SEV í tíðindaskrivi. Hóast J amp K kom við lægra tilboðnum, skulu bæði tilboðini samanberast, áðrenn avgerðin verður tikin. SEV skal tryggja sær, at tað tilboðið, sum verður valt út, veruliga fevnir um arbeiðið, sum er boðið út, sigur SEV. Arbeiðið fer í gongd, so skjótt avgerðin er tikin, og koplingarstøðin skal eftir ætlan verða liðug um árskiftið. Koplingarstøðin í Húsahaga skal flyta streymin frá nýggju vindmyllunum út á 60 kiloVatt flutningsnetið hjá SEV. Støðin fer at geva høvuðsstaðnum og Suðurstreymoy eina tryggari elveiting, sambært SEV. Føroyska liðið er komi í bólk saman við Rumenia, Noreg, Íslandi og Eysturríki. Fyrireikingarnar eru farnar í gongd og ein bruttohópur verður tikin út í næstum. Partur av størri ætlan Tað verður danin Flemming Oliver Jensen, sum kemur at standa á odda fyri liðnum, sum skal mannast við leikarum, sum eru føddir í 1996 ella seinni. Tað eru partvís somu leikarar, sum í vetur hava verið við til G17 úrvalsvenjingarnar. Samstundis eru nakrir leikarar í hesum aldursbólkum í Danmark. Ætlanin hjá HSF er, at Føroyar á hvørjum ári skulu luttaka í European Open, sum er ein sera dygdargóð og mennandi kapping, sigur Hondbóltssambandið. Hondbóltssambandið leggur afturat, at hetta er enn ein liður í ætlanunum hjá HSF at byggja upp eitt væl skipað og støðugt landsliðs og úrvalsarbeiði fyri føroyskan hondbólt. Umsóknarfreistin til hesi størv er 21. mars, og allar upptøkuroyndirnar verða hildnar í viku 13. Tá søkt verður inn til politist í Føroyum, er mannagongdin tann sama sum í Danmark. Í Føroyum er tó hesi frávik frá tí, sum er nevnt á donsku heimasíðuni Ein skrivlig roynd verður í føroyskum, ein svimjiroynd verður, sum einans hevur til endamál at staðfesta, um umsøkjarin hevur vatnræðslu, eftir lokna útbúgving í Danmark skal politisturin aftur til Føroya at arbeiða. Tørvur er á at fáa staðfest, hvørjar útbúgvingar føroyski arbeiðsmarknaðurin hevur brúk fyri, bæði fyri at tryggja nóg væl útbúna faklærda arbeiðsmegi, og fyri at meta um tørvin á hægri akademinskum útbúgvingum. Tað sigur Helena Dam á Neystabø, stjóri á Føroya Handilsskúla, ið júst hevur hátíðarhildið, at 30 ár eru liðin, síðani flutt varð inn í skúlan í Marknagili. Helena Dam á Neystabø er gestur í Vangamyndini í Degi og Viku i kvøld. Avbjóðingum er ivaleyst av. Føroya Handilsskúli er vorðin partur nýggju miðnámsskúlaskipanini sum búskaparbreyt, og um tvey ár verður flutt inn í Marknagilsdepilin saman við Studentaskúlanum og Tekniska skúla. Handilsskúlin bjóðar fólki hægri lestur til dømis HD, men útbúgvingartilboðini áttu at verið fleiri, heldur Helena Dam á Neystabø. Hon er sannførd um, at stórur tørvur er á fleiri hægri útbúgvingum innan til dømis marknaðarføring, útflutningsbúskap og altjóða búskap. Martin greiðir frá hvussu gongdin hevur verið seinni árini við heimasíðuni kringvarpinum, og gevur sítt boð uppá hvussu miðlalandslagið í framtíðini fer at skipa seg. Samstundis sum tríggir indonesar seinnapartin vóru avhoyrdir í Føroya rætti um trygdina umborð á føroyska skipinum Anitu, so vóru korini umborð og lønarviðurskiftini hjá útlendingum umborð á føroyskum fiskiskipum viðgjørd í løgtinginum. Og stundum leikaði hart á. Hetta er triðju ferð hetta ella líknandi uppskot um at tryggja útlendingum á føroyskum skipum ordiliga løn, er viðgjørt í løgtinginum. Uppskotið fer nú í vinnunevndina. Flestu lærarar á miðnámi hava nomið sær útbúgving uttanlands, ið eisini kann gera sítt til, at ikki meira føroyskt undirvísingartilfar verður brúkt. Undirvísarar kenna best útlendsk fakheiti, og tá ið ein lærubók kemur á føroyskum, kann tað vera møðsamt at brúka føroysk heiti og orð. ES avgjørdi á toppfundi í gjár at heita á Rusland um alt fyri eitt at taka hermegi sína út úr Ukraina og lova altjóða eygleiðarum inn. Hóast fyribils kanningin av Eik Grunninum staðfestir, at nevndin í grunninum gjørdi fleiri mistøk, so eru ongar ætlanir um at kanna málið meira. Jóhan Dahl, landsstýrismaður, fer ikki aftur í løgtingið at biða um pengar, tí løgtingið feldi á sinni uppskotið hjá honum um at játta meira pengar til kanningina. Skráseting Føroya metir, at tað kostar hálva aðru millión at kanna grunnin, men løgtingið hevur bara játtað umleið ein triðing av hesum pengunum. Og tí er kanningin ikki liðug. Um alment sett starvsfólk við servitan velja ikki at úttala seg um viðurskifti, kemur týðandi vitan at mangla í samfelagskjakinum, heldur Hans Gammeltoft Hansen. Støðið á samfelagskjakinum verður lægri, um almenn starvsfólk við servitan velja ikki at stíga fram og geva sítt íkast og lyfta kjakið á eitt hægri støði, heldur hann. Eitt av feløgunum, har limirnir tó aftra seg við at úttala seg alment um øki, har limirnir annars hava servitan innan økir, er Búskapar og løgfrøðingafelagið Tað eru nakrir limir, ið ikki síggja tað sum ein part av sínum starvi at úttala seg alment, sigur formaðurin í Búskapar og løgfrøðingafelagnum, Leivur Persson. Spælimenninir hava verið sera umtóktir í útlandinum, og hava spælt mest í Skotlandi, Hetlandi, Orknoyggjum, Kanada, men eisini í Ný Sælandi, Australia og sjálvandi eisini í norðurlondum. Tað var ikki bert úti í heimi, at boð vóru eftir Spælimonnunum í Hoydølum, tí eisini í Føroyum var bólkurin væl umtóktur. Spælt varð til dans hvørt vikuskifti í bygdahúsum kring alt landið. Í viðmerkingum til uppskotið stendur, at ættleiðingarstuðul verður veittur foreldrum, ið ættleiða eitt útlendskt barn. Stuðul verður ikki veittur í sambandi við familjuættleiðingar ella stjúkbarnaættleiðingar. Stuðulin verður veittur foreldrum, ið hava fastan bústað í Føroyum, og verður stuðulin veittur uttan mun til inntøku. Treytin fyri at fáa ættleiðingarstuðul er, at barnið er ættleitt gjøgnum ein góðkendan ættleiðingarfelagsskap. Seinastu árini er ættleiðingarstuðulin hækkaður nakað. Í 2001 hækkaði upprunaliga stuðulsveitingin úr 15.000 krónur upp í 50.000 krónur, í 2009 stuðulin aftur úr 50.000 krónur upp í 75.000, og nú hækkar hann so uppí 100.000 krónur Seinastu árini er talið av ættleiðingum úr útlandinum annars lækkað. Í 2008 vórðu 14 børn ættleidd til Føroya, men í fjør vóru bert trý børn ættleid til Føroya, vísa tøl hjá Ríkisumboðnum. Ríkisumboðið metir, at talið av góðkenningum til ættleiðing yvir eitt ár sigur meira um gongdina á ættleiðingarøkinum, enn talið av framdum ættleiðingum sigur, tí tað kunnu ganga upp í fleiri ár frá tí, at góðkenning er latin foreldrum, til ættleiðingin er veruleiki. Flogfarið fór úr høvuðstaðnum í Malaysia, Kuala Lumpur, í gjár klokkan 16 41 føroyska tíð, men tveir tímar eftir fráferð, tá flogfarið var omanfyri tað Suðurkinesiska Havið, hvarv flogfarið av radaranum. Sambært kinesisku tíðindastovuni Xinhua, hvarv flogfarið av radaranum í vietnamnesiskum loftrúmi. Flogselskapið Malaysia Airlines upplýsir, at umborð á horvna Boeing 777 200, eru 227 ferðafólk, harímillum 2 smábørn, og manningin taldi 12. 14 ymsikar tjóðir vóru í flogfarinum. 153 persónar frá Kina, 38 frá Malaysia, og 12 eru frá Indonesia. Hini eru frá Australia, Frankaríki, Kanada, USA, New Zealandi, Ukraina, Russlandi, Taiwan, Hollandi og Eysturríki. Malaysia Airlines hevur mist samband við eitt av sínum ferðafólkaflogførum, ið fór úr Kuala Lumpur til Beijing seinnapartin í gjár, føroyska tíð. Flogfarið fór úr malaysiska høvuðsstaðnum klokkan 16 41 í gjár og skuldi eftir ætlanini lenda í kinesiska høvuðsstaðnum klokkan 22 30 í gjárkvøldið. Flogfarið er horvið sum døgg fyri sólini. Malaysia Airlines hevur ikki havt samband við flogfarið, síðan tað brádliga hvarv á túrinum seinnapartin fríggjadagin. Ymiskar frágreiðingar hava verið frammi um, hvat kann vera hent við flogfarinum hjá Malaysia Airlines við teimum 239 ferðafólkunum, síðan tað hvarv. Ein talsmaður fyri sjóverjuna í Vietnam sigur, at sjónarváttar hava sæð flogfarið fara í havið í útsynningspartinum í Vietnam, við Tho Chu oynna. Myndugleikarnir í Malaysia siga, at tað ikki kann útihýsast, at flogfarið kanska hevur verið fyri yvirgangi. Eingi prógv eru tó komin fram um hetta enn. Hesa vikuna og í næstu viku, skriva børn í 6. og 7.flokki morgunlestrar. Tey lesa sjálvi. Í dag lesa og skriva, Dagmar M. Gaardlykke og Herborg Joensen í skúlanum á Giljanesi. Dýrini í Ukraina Zoo eru um at verða slept uppá fjall í kjalarvørrinum á ófriðinum í Ukraina, sum hevur valdað í slakar tríggjar mánaðir. Leiðarin fyri djóragarðin í Ukraina, Alexey Grigoriev, rópar nú varskó, tí maturin gongur undan, og dýrini eru í vanda fyri at doyggja, skrivar Daily Mail. Sjálvboðin hava síðan fyrst í desember latið mat til djóragarðin, men hetta verður nú steðgað, tí tey, ið hava latið, ikki halda, at stjórnin framhaldandi kann renna undan ábyrgdini. Peningur frá gevarum, ið annars varð oyramerktur til djóragarðin, er brúktur til onnur endamál. Maturin er nú uppi, tey fyrstu dýrini eru í vanda fyri at doyggja í næstu viku, sigur leiðarin sambært Daily Mail. Ringa veðrið kring oyggjarnar í dag fær nú avleiðingar fyri samferðsluna bæði á sjónum og í luftini. Strandferðslan og Atlantic Airways avlýsa túrar. Smyril siglir seinasta túrin í dag av Havnini klokkan 17. Hinir túrarnir hjá Smyrli í dag eru avlýstir, boðaði Strandferðslan frá um døgverðatíð. RC459 hjá Atlantic Airways, ið skuldi koma úr Keypmannahavn seinnapartin í dag, er avlýst, og kemur ætlandi á døgverða sunnudagin. Danska veðurstovan, DMI, boðar frá enn meira vindi seinni í kvøld og nátt. Halda veðurforsagnirnar, kemur vindmegin í hvirvlunum upp í ódnarmegi. Tað kann stundum kennast tungt at koma gjøgnum eina drúgva og tjúkka bók. Hetta roynir ein amerikonsk fyritøka nú at broyta og bøta um. Amerikanski framleiðarin, Spritz, hevur nú ment eina nýggja app til snildfonir, ið ger, at tú í framtíðini kanst lesa 500 orð um minuttin. Hetta merkir, at tú ein seinnapart kanst pløga teg gjøgnum eitt nú Harry Potter, um tú væl at merkja megnar at fylgja við ferðini hjá appini. Appin vísir tær eitt orð í senn. Í hvørjum orði er ein bókstavur markeraður við reyðum liti, ið ger, at heilin skjótari megnar at skilja orðið og fara víðari. Á henda hátt skulu eyguni ikki leita runt á eini stórari síðu í eini bók, ið ger tað munandi skjótari hjá fólki at lesa bøkur, sigur framleiðarin av appini. Í fyrstu atløgu verður appin hjá amerikansku fyritøkuni, Spritz, bert tøk til Samsung snildfonir. Nær appin verður tøk til iPhone, er ikki greitt enn. Sirið Stenberg og Páll á Reynatúgvu mæla til í einum uppskoti til samtyktar, sum tey hava lagt fyri løgtingið, at Strandferðslan eisini skal sigla halgidagar. Eftir uppskotinum skal løgtingið heita á landsstýrið, um at fyrireika og leggja fram lógaruppskot, sum skerpir sjóvegis flutningsskylduna hjá landinum. Sirið Stenberg og Páll á Reynatúgvu vísa á, at 85 prosent av fólkinum kunnu ferðast sum tey vilja. Tað kunnu 15 prosent av fólkinum ikki, tí tey eru tengd at strandfaraskipunum. Tey mæla tískil til, at Strandferðslan fær hækkað játtanina, soleiðis at skipini eisini kunnu sigla halgidagarnar í árinum, og at samráðingar vera við fakfeløgini um tað. Tað eru í løtuni tríggir dagar um árið, har skipini hjá Strandfaraskipum Landsins ikki sigla Jóladag, Páskadag og Langafríggjadag. Tá skúlaklokkurnar ringja inn eftir summarfrítíðina, kunnu 7. floks og miðnámsskúlanæmingar, í staðin fyri at lata bøkurnar upp, tendra telduna. Nám arbeiðir í løtuni við eini verkætlan, ið hevur til endamáls, at alt undirvísingartilfar í føroysku skúlaskipanini verður talgilt, sum frálíður. Arbeiðið at talgilda alt undirvísingartilfar til allar skúlaflokkar í føroysku skúlaskipanini er drúgt. So drúgt, at tað ikki kann bjóðast øllum samstundis. Tí verður eftir summarfrítíðina byrjað við sjeyndu flokkunum í fólkaskúlanum og við miðnámsskúlunum í Føroyum. Tey verða tey fyrstu, ið fáa talgilt undirvísingartilfar. Sjeyndu flokkarnir fáa talgilt undirvísingartilfar í føroyskari søgu. Miðnámsskúlanæmingar hava longu fingið talgilt tilfar í enskum og eftir summarfrítíðina verður tað í føroyskum. Tað er ein risa avbjóðing, at talgilda alt undirvísingartilfarið innan føroyska skúlagátt, ið somuleiðis letur upp dyr, sum hevur stórar møguleikar við sær, heldur stjórin á Námi. Nú, tá tilfarið verður talgilt, kunnu vit gera tilfarið samvirkið, innseta livandi myndir og slóðir og næmingarnir kunnu fáa svar uppá uppgávur beinanvegin, sigur Magnus Tausen. Harumframt verður tað lætt at dagføra undirvísingartilfarið. Tá Nám hevur gjørt neyðugar dagføringar í tilfarinum, sæst hetta eisini aftur hjá øllum næmingum. Skipanir, ið Nám hevur fingið atgongd til, eru umfatandi og krevja nógva servitan, fígging og tíð. Tískil hevur Nám roynt samstarv við útlendskar veitarar. Tað verður eisini ein stór avbjóðing at flyta alt tað gamla tilfarið yvir á nýggju, talgildu pallarnar, har tilfarið skal liggja, sigur Magnus Tausen, stjóri á Námi. Í løtuni er ikki heilt greitt, hvussu vit gera til próvtøkurnar, men tað skulu vit so hava uppá pláss til ta tíð, ið er á sumri 2015, leggur stjórin á Námi afturat. Ein partur av undirvísingartilfarinum, ið Nám hevur ritstjórnað, til 7. flokkarnar og til miðnámsskúlanæmingar, er longu gjørt, og kann síggjast á netinum á slóðunum her. Vit hoyra 9. part av bókini Bjørnin Alfred og hundurin Sámuel fara úr pappeskjuni. Bjørnin Alfred og hundurin Sámuel vakna ein morgun á loftinum og eru burturgloymdir í einari pappeskju. Har liggja teir saman við øðrum kloddutum toydýrum. Spakuliga fara teir at minnast eitt sindur av tí, sum hendi Fyrr í Tíðini, tá ið Óla Martin tók teir við sær í song, og ein, sum æt Gerhardsen, var fittur við øll smádýr. Nú vilja teir út í verðina at leita eftir Óla Martini og kanska Gerhardsen Á ferðini verða teir vísir í einum Aftur í pappeskjuna skulu teir ikki Vánaliga veðrið hevur avlýsingar við sær. Teistin sigldi ikki fyrsta túrin av Skopun í morgun, men fór ein roynd at verða gjørd at fara úr Skopun kl. 10.30, sigur Strandferðslan. Malaysiska flogfarið, sum hvarv í Suðurkinesiska havinum fyri einum samdøgri síðani, kann hava roynt at venda aftur til Malaysia. Tað benda radarmyndir á, siga malaysiskir embætismenn. Leitað verður framvegis eftir flogfarinum og leitingarøkið er víðkað, verður sagt. Vakmyndir í fráfaringarhøllini í floghavnini í Kuala Lumpur verða eisini kannaðar, tí hildið verður, at tvey ferðafólk hava brúkt stolin pass fyri at koma sær umborð á flogfarið. 239 fólk vóru við flogfarinum úr Kuala Lumpur til Beijing, sum ikki kom vegin fram. Flogfarið, ið er av slagnum Boeing 777, verður mett at vera eitt av tryggastu flogførunum til ferðafólkaflutning, og ógvuliga fáar skaðahendingar eru knýttar at hesum flogførum. Malaysiska flogfarið, sum hvarv í Suðurkinesiska havinum fyri einum samdøgri síðani, kann hava roynt at venda aftur til Malaysia. Tað benda radarmyndir á, siga malaysiskir embætismenn. Leitað verður framvegis eftir flogfarinum og leitingarøkið er víðkað, verður sagt. Vakmyndir í fráfaringarhøllini í floghavnini í Kuala Lumpur verða eisini kannaðar, tí hildið verður, at tvey ferðafólk hava brúkt stolin pass fyri at koma sær umborð á flogfarið. 239 fólk vóru við flogfarinum úr Kuala Lumpur til Beijing, sum ikki kom vegin fram. Flogfarið, ið er av slagnum Boeing 777, verður mett at vera eitt av tryggastu flogførunum til ferðafólkaflutning, og ógvuliga fáar skaðahendingar eru knýttar at hesum flogførum. Útlendingamál og marknaeftirlit eiga at verða yvirtikin, og teir báðir andstøðuflokkarnir Tjóðveldi og Framsókn hava skotið upp fyri løgtinginum, at tað verður gjørt á nýggjárinum. Flokkarnir vísa á, at síðani Útlendingastovan varð sett á stovn í 2008 hava í roynd og veru allar málviðgerðir verið í Føroyum, og tí er umsitingin til reiðar at taka ræði á útlendingamálum. Lættast er í fyrstu syftu at lata danskar lógir og kunngerðir verða verandi í gildi, til føroyskar lógir og fyrisitingarligar mannagongdir eru komnar í staðin, verður sagt í uppskotinum. Framsókn og Tjóðveldi føra fram, at málið so at siga var klárt at yvirtaka, tá val varð útskrivað í 2003, tí tá høvdu føroysk og donsk embætisfólk samráðst í eitt ár, og drúgv frágreiðing var gjørd, har bert rættlesturin var eftir, áðrenn hon skuldi handast landsstýrinum. Sostatt eru neyðugu fyrireikingarnar gjørdar, siga Tjóðveldi og Framsókn, sum eisini vísa á, at undanfarna landsstýri hevur arbeitt við málinum, og at Annika Olsen, landsstýriskvinna, og danski ráðharrin, Birthe Rønn Hornbech, hava undirskrivað felags yvirlýsing um málið. Flokkarnir siga tað vera alneyðugt at yvirtaka útlendingamál, tí støðan nú er ein frumskógarkend fyrsiting, har føroyskir og danskir myndugleikar saman við donsku løgregluni í Føroyum eru uppi í málsviðgerðini. Tað hevur elvt til, at fólk hava bíðað mánaðir og ár eftir svari, hóast viðurskifti teirra eru í lagi, siga Framsókn og Tjóðveldi. Ukrainar á Krim vórðu avbukaðir, tá teir á einum mótmælisfundi í Sevastopol góvu til kennar, at teir stuðlaðu stjórnini í Kiev. Russarar við koyrli í hond lupu á ukrainarnar og tað var ikki tespiligt at síggja, sigur ein tíðindamaður hjá BBC, ið var til staðar. Russiskir hermenn og vápnaðir russar á Krim hava alla hálvoynna í sínum hondum, men amerikanska stjórnin hevur ávarað og sigur, at loysir Krim frá Ukraina læsir tað allar dyr fyri eini diplomatiskari loysn á ósemjuni. Amerikanski uttanríkisráðharrin, John Kerry, heitti í gjár á russiska uttanríkisráðharran Serei Lavrov um at virka fyri, at støðan millum Ukreina og Russland ikki versnar. John Kerry gjørdi eisini greitt, at amerikanska stjórnin heldur fast um, at Krim er ein partur av Ukreina og ætlaða fólkaatkvøðan á Krim ikki broytir tað. Tingið á Krim hevur samtykt at loysa frá Ukraina og hevur sent spurningin til fólkaatkvøðu, men USA og ES siga fólkaatkvøðuna vera ólógliga. Meirluti er í løgtinginum fyri at taka Karsten Hansen, landsstýrismann í heilsumálum, av ræði, og fáa FarGen verkætlanina, ið hevur til endamál at ílegulesa allar føroyingar, aftur á beint. Tað sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi. Saman við Javnaðarflokkinum og Framsókn hevur Tjóðveldi hevur lagt fram uppskot fyri løgtingið um at fáa løgtingið at heita á landsstýrið um at kanna og leggja fram neyðug lógaruppskot, ið kunnu fremja ætlanirnar og endamálini við Far Gen verkætlanini. Saman við Framsók og Javnaðarflokkinum hevur Tjóðveldi hevur lagt fram uppskot fyri løgtingið um at fáa løgtingið at heita á landsstýrið um at kanna og leggja fram neyðug lógaruppskot, ið kunnu fremja ætlanirnar og endamálini við Far Gen verkætlanini. Elektron deildin STÍF VB 30 32 17 15 VÍF Kyndil 17 19 7 9 Atlantic Airways deildin STÍF Team Klaksvík 35 17 16 6 Neistin H71 18 31 7 16 VÍF Kyndil 23 23 10 9 Nýggja tulkingin er ein avbjóðing fyri bæði leikarar og dómarar. Hoyr Lassan Isaksen, dómaraleiðara í FSF, greiða frá um nýggju tulkingina. Filmstíðarritið Ekko hevur gjørt eina longri samrøðu við Sakaris Stórá í sambandi við, at stuttfilmur hansara Vetrarmorgun vann The Generation 14plus heiðurslønina á Berlinale filmsfestivalinum í Berling. Hesa vikuna og í seinastu viku skriva børn í 6. og 7.flokki morgunlestrar. Tey lesa sjálvi. Í dag lesur og skrivar Røskva Tórhalsdóttir í 7. flokki í skúlanum við Løgmannabreyt. Tað sigur Jóhan Fríðrikur Sanderson, sangari í tungmálmsbólkinum Earth Divide, sum leygarkvøldið vann føroysku undankappingina til Wacken Metal Battle. Harvið skal Earth Divide umboða Merkið í altjóða finaluni í summar, sum verður í sambandi við heimsins størsta tungmálmsfestival, Wacken í Týsklandi. Ein fyrimunur við tøkugjaldinum, sum skal leggjast á alvinnuna, er, at tað elvir ikki til skattahugsan, tí eingir møguleikar eru at minka gjaldið við frádráttum, avskrivingum ella øðrum slíkum møguleikum, sigur Fíggjarmálaráðið. Fíggjarmálaráðið mælir eisini til at broyta skattalógina, so alivinnan fær frádrátt í skattskyldugu inntøkuni fyri tøkugjaldið. Loyvisskatturin, sum skotin er upp, kemur aftur at partafelagsskattinum, sum er 18 prosent. Leitað verður framvegis eftir malaysiska flogfarinum, sum hvarv seinnapartin fríggjadagin, og kanningarfólk vísa ikki aftur, at flogfarið kann vera rænt. Tað vóru 239 ferðafólk við flogfarinum, sum var á veg úr Kuala Lumpur í Malaysia til Beijing í Kina, tá tað hvarv. Flogfarið hvarv av radaranum, tá tað var yvir havinum sunnanfyri Vietnam, og síðani er einki frætt um flogfarið. Myndugleikarnir í Malayisia siga, at einki er frætt um flogfarið, og eingir vraklutir eru funnir. Tað bendir á, at flogfarið er brotnað í luftini, sigur kanningarleiðarin. 34 flogfør og 40 skip hava um vikuskiftið leitað í økinum, har hildið verður, at flogfarið datt niður. Olja er funnin í økinum, og seinnapartin verður greitt, um oljan stavar frá horvna flogfarinum, skrivar AFP. Knappliga 15 ár eru nú liðin, síðani fyrstu lógirnar at skatta og krevja framleiðslugjøld av kolvetnisvirksemi undir Føroyum vórðu samtyktar. Síðani hava verið trý útbjóðingarumfør. Samanumtikið byggir galdandi lóggáva í Føroyum so at siga bara á inntøkur til landskassan fyri staðfest yvirskot av oljuframleiðslu. Framleiðslugjøldini eru viðfáningur. Tey eru læst føst í føstum krónuupphæddum og føstum prosenttali, sigur Tjóðveldi í uppskoti sínum til samtyktar. Vinnumálaráðið vil eisini hava broytingar í oljulóggávuni fyri at kunna brúka góða hálva aðru millión krónur, sum vóru eftir í Føroyum, tá oljufelagið ENI gavst her í 2011. Pengarnir, sum ENI setti av til førleikamenning, skulu nú brúkast til at marknaðarføra leiting eftir olju við Føroyar. Norska Kringvarpið hevur gjørt upp, hvussu nógv lønin hjá norðmonnum er hækkað seinastu árini, tí í dag byrja lønarsamraðingarnar í Noreg. Norski granskarin, dne Cappelen sigur við NRK, at í Noreg kann man tosa um tey 19 vánaligu og 18 tey góðu árini, tá talan er um virksemi. 70ini og 80ini vóru ikki serliga góð, tí hóast lønin ikki hækkaði serliga nógv, so var neyðugt við lønar og príssteðgi í 1979, fyri at løn og virksemi skuldu samsvara. Síðani í 1995 hevur bara gingið framá, og tað hevur havt við sær, at lønirnar eru nógv hækkaðar. Norski granskarin vísir á, at lønirnar eru nógv hægri í Noreg, enn í londunum sum Noreg samstarvar við, og tí er ilt at meta um, hvussu úrslitið av samráðingunum verður. Tí tað gongur væl í Noregi, arbeiðsloysið er lágt, yvirskot er á fíggjarlógini og í samhandlinum við onnur lond. Tað einasta, sum kann vera ein trupulleiki, er, at Noreg má laga seg til broyttar umstøður, um oljuprísurin fellur, sigur dne Cappelen, granskari við NRK. Sjóverjan í Jemen hevur bjargað í minsta lagi 30 flóttafólkum, ið vóru umborð á bátinum í Arabiska Havinum. Tey eru nú send á flóttalegu, upplýsa myndugleikarnir. Túsundtals flóttafólk úr Afrika royna á hvørjum ári at sleppa inn í Jemen fyri at sleppa burturúr fátækradøminum í heimlandinum. Úr Jemen ferðast tey víðari, har tey leita eftir størvum. Flóttafólk úr Afrika royna eisini javnan at koma sær inn í Evropa umvegis Miðjarahavið. Serliga italska oyggin Lampedusa er væl umtókt hjá flóttafólkunum, skrivar tíðindastovan AFP. Jemen er fyrsta steðgistað hjá flóttafólkum úr Afrika, ið ætla at leita sær friðskjól í Evropa. Tí stríðast myndugleikarnir í Jemen javnt og samt við flóttafólk, ið royna at koma sær inn í landið. Í oktober 2013 lótu 550 flóttafólk lív í tveimum bátsvanlukkum, tá bátarnir, tey vóru í, koppaðu í farvatninum millum Libya og Lampedusa í Italia. Italia hevur í fleiri umførum biðið um hjálp frá EU, fyri at basa vaksandi trupulleikanum við flóttafólkum, ið royna at koma sær inn í landið. Higartil uttan stórvegis eydnu. Flokkarnir vísa á, at síðani Útlendingastovan varð sett á stovn í 2008 hava í roynd og veru allar málviðgerðir verið í Føroyum, og tí er umsitingin til reiðar at taka ræði á útlendingamálum. Lættast er í fyrstu syftu at lata danskar lógir og kunngerðir verða verandi í gildi, til føroyskar lógir og fyrisitingarligar mannagongdir eru komnar í staðin, verður sagt í uppskotinum. Framsókn og Tjóðveldi føra fram, at málið so at siga var klárt at yvirtaka, tá val varð útskrivað í 2003, tí tá høvdu føroysk og donsk embætisfólk samráðst í eitt ár, og drúgv frágreiðing var gjørd, har bert rættlesturin var eftir, áðrenn hon skuldi handast landsstýrinum. Handverkarar fóru í farnu viku av álvara undir at høvuðsumvæla ella endurbyggja navnframa Reinsaríið í Tórsgøtu. Tað eru nøkur ár síðani, at farið varð undir at umvæla gamla Reinsaríið, og higartil hevur arbeiðið verið gjørt í smáum stigum. Nú er so farið undir seinasta byggistig í sambandi við, at Reinsaríið verður gjørt til rútmiskt spælistað, har fjølbroyttur tónleikur og tónleikaframførslur fara at geva miðbýnum eitt nýtt og spennandi upplivingarstað. Her er spurningurin, sum varð settur Rannvá Ragnarsdóttir brúkaraumboð í morgun Ofta verður umrøtt keyp frá vinnuligum veitara. Hvussu er við keypi frá privatum. Er nakar iðranarrættur, hvat um báðir partar pástanda at vøran ikki er heilt sum hon eigur at vera, til dømis at hon larmar meir enn hon upprunaliga eigur, at lakkið hevur meir skøvur enn upplýst o.s.fr. Har stendur ikki eitt orð um handil millum privat á heimasíðuni hjá Brúkaraumboðnum. Er hetta ikki eitt økið fyri Brúkaraumboðið Nú verður nýggjur vinkulviti settur upp á Strondum til at marka siglingarleiðina inn á Skálafjørðin sunnanífrá, upplýsir Landsverk. Sum siglingarleiðin er frá Eystnesi og fram við landi inn ímóti Skalafjørðinum, ber ikki til at fáa líkinda aliøki fram við Neslandinum. Tí hevur Landsverk kannað møguleikarnar fyri at leggja siglingarleiðina inn á Skálafjørðin longri úr landi fyri at fáa pláss fyri alivirksemi. Stovnurin hevur ráðført seg við millum annað Søfartstyrelsen og Kongshavnar Havn. Tað verður gjørt, tí ætlanin er broyta kunngerðina um sjúkufyribyrgjandi rakstur av alibrúkum, sum merkir, at sjóøkið millum Kaldbaksnes, Raktanga og Eystnes verður lagt afturat alifjørðinum Kollafjørður Tangafjørður. Síðani hevur loyvisfyrisitingin hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni fingið umsókn um aliøki út fyri Nesi. Aliøki kunnu við broytingini leggjast fram við Nes landinum við hóskandi frástøðu til nýggju siglingarleiðina. Bátar skulu kunna sigla millum land og alistøðina. Broytingin av siglingarleiðini inn á Skálafjørðin er send til hoyringar hjá viðkomandi havnamyndugleikum, kommunum, loðsbólki, Sjóvinnustýri og Vørn, upplýsir Landsverk. Fríggjadagin skifti morgunsendingin orð við Rudi Heinesen, sum skrivaði nógv umrøddu klummuna í Skúlablaðnum Hvør hevur evstu ábyrgdina av barninum Nú greiðir Rógvi Thomsen frá sínum sjónarmiði Gølurnar raka í hópatali ættleiðingarskipanina í Danmark. Aftan fyri liggur fíggjarligt rót, barnahandil og eydnuleys børn og biologisk foreldur, sum ikki fingu møguleikan at liva saman. Fyrr í ár misti AC Børnehjælp rættin at miðla ættleiðing. Atvoldin var fíggjarligur hurlivasi. Men fríggjadagin boðaði danski almannaráðharrin frá, at ein tvørpolitisk neyðsemja er gjørd. Nú kann felagsskapurin fara undir aftur arbeiðið við ættleiðing. Tað snýr seg fyrst og fremst um at tryggja, at mongu familjurnar, sum standa á bíðilista, ikki koma illa fyri, sigur danski almannaráðharrin, Manu Sareen. Aniella Bonnichsen setur spurnartekin við, hvussu leingi tað verður friður á ættleiðingarmarknaðinum. Tí longu mánadagin frættist um eina nýggja ættleiðingargølu. Eitt barnaheim í India, sum hevur latið fleiri hundrað børn til Danmarkar, er skuldsett fyri barnahandil. Føroysk ættleiðingarforeldur fáa síni børn umvegis ættleiðingarfeløg í Danmark. Spurningurin er, um danska ættleiðingarskipanin stendur at bjarga. Talan er um fíggjarligan hurlivasa, stolin børn, feilir í nógvum málsviðgerðum, og fleiri hundrað møgulig ættleiðingar foreldur á bíðilista, sum ikki vita, um tey eru keypt ella seld. Politikararnir eiga at seta sær spurningin, hví tað er vorðið so kostnaðarmikið at ættleiða, og hvørjum skipanin kemur tilgóðar, sigur Aniella Bonnichsen, psykoterapeutur og rithøvundur, millum annað í Information. 87 ára gamli Sharon Trembley vandi um vikuskiftið lendingar í flogfari sínum, tá 49 ára gamli John Frost kom fyri flogfarið í Tampa, Florida. Fallskíggin hjá John Frost varð fastur í øðrum veinginum hjá flogfarinum, tá flogfarið nærkaðist jørðini. Bæði flogskiparin og maðurin í fallskíggjanum mistu tamarhaldið á støðuni. Ein myndamaður tók myndir av hendingini, tá flogfarið rakti mannin í fallskíggjanum. Eingin skaði stóðst av tilburðinum, ið óætlað gjørdist partur av trygdarvenjingum, ið eru einaferð um árið. Tað verður kortini ikki hetta landsstýrið, sum fær gleðina av stóru lønarhækkingini, tí lønarhækkingin skal ikki koma í gildi fyrr enn eftir næsta løgtingsval. Sambært lógaruppskotinum hjá løgmanni missa løgmaður og landsstýrisfólkini skattafría borðfæið, sum hjá løgmanni er góðar 86.000 krónur um árið og slakar 29.000 krónur hjá landsstýrisfólkunum. 1. juli skulu ung, sum eru 15 ára gomul, eftir ætlan sleppa at koyra tað, ið nevnt verður lítið prutl , og 16 ára gomul skulu sleppa at koyra stór prutl. Higartil hevur alurdsmarkið verið ávíkavist 16 og 18 ár, men tey ungu hava leingi ella tey, sum hava havt sætið í Ungdómstinginum viljað havt aldursmarkið sett niður. Markið millum lítið og stórt prutl er loyvda hámarksferðin. Markið fyri lítlu prutlini er 30 kilometrar um tíman, meðan stór prutl sleppa at koyra 45 kilometrar um tíman. Sum er, krevst eingin skipað frálæra fyri at koyra lítið prutl, og fyri at koyra stórt prutl krevst koyrikort antin til motorsúkklu ella bil. Landsstýrismaðurin skjýtur upp, at skipað verður ein teoretisk og verklig koyrifrálæra til lítið prutl fyri tey 15 ára gomlu, og at hetta verður gjørt sum valfak í framhaldsdeildini í fólkaskúlanum. Johan Dahl heldur, at skipað frálæra á hesum øki er eitt stig rætta vegin, tí sum er koyra nógv 15 ára gomul longu prutl uttan koyrikort og neyðugan førleika, sigur hann. Ráðið fyri Ferðslutrygd fegnast um, at størri krøv nú verða sett, men mælir frá at lækkna aldursmørkini fyri lítið og stórt prutl. Ferðslutrygd ávarar og heldur, at lækkaða aldursmarkið mest sannlíkt kann hava við sær, at fleiri fara at doyggja og fáa løst í ferðsluni. Metingin hjá Ráðnum er millum annað grundað á tøl frá útlondum, sum ráðið sigur váttað hendan óttan. Vinnumálaráðið vísir hinvegin á, at eftir at summi av hesum londum hava kravt skipaða frálæru av tteimum 15 ára gomlu, eru vanlukkutølini fallin munandi. Í dag fáa tímaløntir sjúkrarøktarfrøðingar ikki eftirløn, og tí er samlaða lønin hjá teimum 15 prosent lægri enn hjá fastsettum sjúkrarøktarfrøðingar, sum fáa 15 prosent í eftirløn. Tí verður lønin hjá einum tímaløntum sjúkrarøktarfrøðingi um 15 ár 30 prosent lægri enn hjá einum fastsettum sjúkrarøktarfrøðingi. Spurningurin um eftirløn til tímalønt er ein samráðingarspurningur. Um fakfeløgini ynskja, at eftirlønin til tey tímaløntu skal leggjast omaná tímalønina, og ikki skavast av henni, so má man taka eitt sindur frá teimum fastløntu og geva til tey tímaløntu, sigur Snorri Fjallsbak. Í Føroyum fer sólarmyrkingin at síggjast sera væl. Øll ferðavinnan er í tí sambandi boðin til felags tiltak seinni í hesum mánaðinum, har sólamyrkingin verður sett á breddan. Millum fyrilestrahaldararnar verður avstralska Kate Russo, sum sjálv hevur ferðast í morgum londum fyri at uppliva sólarmyrkingar. Hon fer millum annað at tosa um tær avbjóðingar, ið standast av eini sólarmyrking sæð úr einum ferðavinnuligum sjónarhorni. Ferðavinnufelagið sigur, at Sólarmyrking og ferðavinna , sum tiltakið kallast, hevur til endamáls at samansjóða vinnuna og at geva henni høvi til at savna seg um sólarmyrkingina og viðgera møguleikar og avbjóðingar, ið standast av eini tílíkari serstakari hending um okkara leiðir. Tað vóru fleiri griksk ortodoxar nunnur í býnum Maaloula, sum fyri trimum mánaðum síðan vórðu rændar. Tær eru nú komnar aftur til Damaskus. Leyslatingin var ein liður í samráðingum við sýrialendsku stjórnina, sum afturfyri lat umleið 150 kvinnur og børn leys úr fongslum hjá Assad stjórnini. Hafez Makhlouf, guvernørur í Damaskus, var millum teirra, sum tóku ímóti nunnunum, áðrenn tær fóru víðari til griksk ortodoxa arbeiði sítt í Maaloula. LUDO er eitt sálarligt drama, sum snýr seg um eina 11 ára gamla gentu, ið er fangað millum myrka og tunga lyndið hjá mammuni og óvirknið hjá pápanum. Árni Dahl fekk Heiðursgávu Landsins frá mentamálaráðnum fyri árið 2013. Gávuna fekk hann fyri fjølbroytta bókaframleiðslu og útgávuvirksemi á forlagnum Fannir. Árni var lærari á Læraraskúlanum í mong ár. Hansara serligi áhugi var føroyskt mál, bókmentir, kvæði og dansur. Í kallegg er hann fjórða ættarlið, sum lærdi til lærara. Í báðar ættir hevur hann bond til Funnings. Pápin var Óli Dahl av Fløttinum, sum hevði røtur í Dali og í Sandvík, og mamman var Bina av Torlabrúgv í Funningi. Árni vaks upp á Viðareiði og í Klaksvík. Ein amerikanskur og tveir russiskir kosmonautar, ferðaust í nátt, við einum russiskum Soyuz rúmdarskipið, frá altjóða rúmdarstøðini ISS, og niður aftur til jørðina. Hyggjarar kundu í nátt fylgja ferðini hjá rúmdarmonnunum beinleiðis á netinum . KVF leinkjaði til NASA í nátt og niðanfyri síggjast brot frá ferðini NSÍ skrivaði fyrr í ár sáttmála við Andras Gángó, og felagið hevur helst ikki sæð tað neyðugt, at hava tveir royndar málmenn í hópinum. Hesa vikuna og í seinastu viku skriva børn í 6. og 7.flokki morgunlestrar. Tey lesa sjálvi. Í dag lesa og skriva Mattias Jacobsen og Bóas Olsen í 6.flokki í skúlanum á Giljanesi Løgtingið fer í dag undir at viðgera tey nógvu tingmálini, sum komu fríggjadagin. Millum málini, sum skulu viðgerast í dag, er lógin um lántøku til landskassan í 2014. Fíggjarmálaráðið biður í hesum uppskotinum um loyvi til at læna 200 milliónir, so landskassin hevur neyðuga gjaldførið í ár. Men í veruleikanum hevur landskassin brúk fyri 442 milliónum til bæði árini, 2013 og 2014. Sambært Fígging Landsins varð hallið í fíggjarlógini fyri 2013 góðar 170 milliónir størri enn tær stívliga 240 milliónirnar, sum standa í fíggjarlógini. Hallið í fíggjarlógini í fjør er mett at vera 415 milliónir krónur Gjaldførið hjá landskassanum er tó betri enn minstakravið í lógini, sum er 15 prosent av BTÚ, bruttotjóðarúrtøkuni. Tí nýtist landskassanum ikki at læna meira enn 200 milliónir. Gjaldstovuráðið ásetti 16.september í fjør, at landsins minsta gjaldføri í 2014 er tvær milliardir og 25 milliónir krónur, sum eru hálvthundrað milliónir meira enn í fjør. Tá landið tekur lán, er ráðiligt ikki at læna minni enn 1 milliardir krónur í einum, sigur Fíggjarmálaráðið. Og fyri at koma upp á milliardina verða eisini læntar 150 milliónir til at gjalda aftur lán, sum fellur til gjaldingar næsta ár. Tað er ikki tí, at vit hava vánaligar politiskar ráðgevar í dag. Men eg haldi, at vit kunnu veita komandi politiskum ráðgevum eitt betri útgangsstøði, sigur Bodil Damgaard, lektari og lestrarvegleigari á Roskilde Universiteti ella RUC, sum tað eisini eitur. Bodil Damgaard sigur, at útbúgvingin er vælegnað til onnur enn bara tey, sum droyma um at gerast spunasmiðir ella politiskir ráðgevar. Bæði embætisverk og fyrisitingar hava tørv á kandidatum, sum ikki bara skulu vita nógv um málsviðgerð. Tey skulu eisini kunna flyta seg, sigur Bodil Damgaard við dr.dk. Útbúgvingin fær heitið Public Administration and politics Almenn fyrisiting og politikkur. Freistin at søkja inn á nýggju útbúgvingina á RUC er 1. apríl. Vágs kommuna hevur sett á stovn ein portal fyri sjálvboðin í Vági. Hesin nýggi portalurn skal styrkja um sjálvbodna arbeiðið sum verður gjørt í feløgum og felagsskapum og so er endamálið eisini at fáa fleiri at gerast sjálvboðin í Vági. Vit høvdu Dennis holm borgarstjóra í Vági í telefonini í morgun Hetta er ein av ringastu døgunum í søguni hjá SVT. Nils Horner var eitt av okkara bestu og royndastu tíðindafólkum, og hetta er ræðuligt. Nú gera vit okkara besta at seta okkum inn í allar smálutir um, hvat er hent, sigur Cilla Benkø fyri SVT. Afganski kanningarleiðarin, Sayed Gul Agha Hashimi, sigur, at journalisturin var til arbeiðis, tá hann varð skotin. Hann doyði, meðan hann fekk viðgerð á sjúkrahúsi. Vit hava spurt okkum fyri hjá hermonnum okkara, og ongin teirra hevur nakað við hatta at gera, sigur Zaciullah Mujahid, talsmaður hjá Taleban. Umhvørvisstovan og Tórshavnar kommuna eru farnar í samstarv, og hava sett upp tvær mátistøðir í høvuðsstaðnum, sum máta luftgóðskuna í Føroyum. Ein er sett upp í Bøkjarabrekku og hin uttan fyri tættbygd øki. Samstarv millum Umhvørvisstovuna og Tórshavnar kommunu. Nógv ferðsla er í Bøkjarabrekku í miðbýnum í høvuðsstaðnum, og tí hevur Tórshavnar kommuna samstarva við Umhvørvisstovuna fyri at fáa í lag eina mátistøð á hesum tættbygda økinum við nógvum bilum, bussum og fólki til gongu. Nú verða so gjørdar støðugar kanningar av luftgóðskuni í miðbýnum. Jákup Egholm Hansen, tekniskur stjóri hjá Tórshavnar Kommunu, og Rakul Mortensen, sum er umhvørvisfrøðingur á Umhvørvisstovuni, vóru í Morgunsendingini og greiddu frá. Til námsfrøðingin. Vit eiga tvey børn sum ganga á dagstovni. Við tí eldra barninum høvdu vit ongan trupuleika tá ta byrjaði á stovni, hann hevur altíð vilja væl á stovn, men nú eftir at hann hevur verið í einari barnagarðsstovu í skjótt eitt ár, vil hann ikki inn um morgunun, hann sigur hann tímur ikki í barnagarð. Eg má til dømis lokka hann við at siga, at hann skal í barnagarð at spæla við sín besta vinmann, men um vinmaðurin ikki er komin, so blívur hann ordiliga keddur, og eg má fara frá einum grátandi barnið. Hvat hevur námsfrøðingurin at siga til hetta Beinta Dalbø, námsfrøðingur, svarar Partabrøvini verða keypt fyri kurs 210. Tilboðið er kunngjørt í keypsskálunum í Keypmannahavn og Reykjavík, har sum Atlantsflog er skrásett, og í bløðum í Føroyum, Danmark og Íslandi. Tilboðið um at keypa partabrøvini er galdandi frá hósdegnum 13.mars til 22.apríl í ár. Flaggdagin, 25.apríl, verður væntandi kunngjørt, hvussu undirtøkan var fyri tilboðnum. Talan er um 341.550 privat partabrøv, sum vórðu seld fyri kurs 261, 89,1 milliónir krónur í 2007. Partabrøvini skulu nú keypast aftur fyri 72 milliónir krónur. Atlantsflog hevur 36 milliónir at keypa fyri, og hin helvtin skal so lænast. Treytin er, at landskassin ikki tekur vinningsbýti úr felagnum komandi árini. Og tá Atlantsflog fer úr keypsskálunum, verður strikað har, sparir tað 1,4 milliónir krónur um árið. Janukovitsj vísti seg á einum talarastóli, ílatin ukrainska flaggið, í býnum Rostov na Donu, fyrrapartin í dag. Har hevur hann hildið til, síðan hann varð rikin frá valdinum 22. februar. Eg eri eisini framvegis ovastur í ukrainska herinum, og eg ivist ikki í, at herurin noktar fyri at gera eftir boðum frá kriminellum, segði hann fyrrapartin týsdagin. Og tað ikki var neyðugt, at biða serfrøðingar at koma í sjónvarpsstovuna at útgreinina valúrslitið tí øll, sum høvdu atkvøðurætt í landinum, vóru samd. Í sjónvarpinum varð greitt frá, at 99,97 av skrásettu veljarnum høvdu verið á vali. Og av teimum fýra flokkunum, ið sigst bjóða seg fram at stjórna landinum, atkvøddu øll sum ein fyri teimum 687 limunum í Kommunistiska Arbeiðaraflokkinum. Tíðindaupplesarin í KRT kundi eisini kunngera, at ongin ivi var um, hvønn veljararnir vildu hava til leiðara. Øll atkvøddu fyri norðurkoreanska leiðaranum Kim Jong un. Stjórin á Smyril Line, Rúni Vang Poulsen, sigur við útvarpið, at ferðafólkini ikki á ongan hátt vóru í vanda og at tekniski feilurin varð rættaður beinanvegin. Kommunurnar skulu nú eisini bjóða 16 og 17 ára gomlum ókeypis tannrøkt. Tað vil Heilsumálaráðið hava løgtingið at áleggja kommununum. Men kommunurnar skulu sjálvar rinda tað, sum tað kostar at lata 1500 ungdómar sleppa undan rokningini frá tannlæknanum. Sambært tannlæknum gevast nógv 16 ára gomul, sum hava góðar tenn, at ganga til tannlækna regluliga, tá tey detta út úr skipaðu ungdómstannrøktini. Klaksvíkar kommuna hevur veitt hesa tænastuna í nøkur ár uttan stórvegis eyka útreiðslur, tað sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, við útvarpið. Afturfyri minkar pensjónin hjá teimun munandi, og ferðagjaldið verður tikið av. Hetta er ein partur av uppskotinum, sum løgmaður hevur lagt fyri tingið. Men er samgongan samd um uppskotið Kjak í sjónvarpinum í kvøld millum Bárð Nielsen, formann í tingbólkinum hjá Sambandsflokkinum og Jákup Mikkelsen, formann í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum. Hallið í fíggjarlógini fyri 2013, var góðar 170 milliónir størri, enn tær stívliga 240 milliónirnar, sum standa í fíggjarlógini. Hallið í fíggjarlógini í fjør, er nú mett at vera 415 milliónir krónur Løgtingið viðger í dag lántøku til landskassan í 2014, og Fíggjarmálaráðið biður í hesum uppskotinum um loyvi til at læna 200 milliónir, so landskassin hevur neyðuga gjaldførið í ár. Gjaldførið hjá landskassanum er tó betri enn minstakravið í lógini, sum er 15 prosent av BTÚ, bruttotjóðarúrtøkuni. Tí nýtist landskassanum ikki at læna meira enn 200 milliónir. Gjaldstovuráðið ásetti 16.september í fjør, at landsins minsta gjaldføri í 2014, er tvær milliardir og 25 milliónir krónur, sum eru hálvthundrað milliónir meira enn í fjør. Alvápnaðu menninir tóku teldur, videobond og verjuútgerð frá øllum trimum. Boðini vóru púra greið um, at journalistarnir fingu onki aftur. Myndugleikarnir hava stongt fyri allari loftferðslu, sum ikki er beinleiðis millum Krim hálvoynna og Moskva. Tí valdu teir tríggir journalistarnir at fara av Krim hálvoynni í bili. Vangamyndin Í hesi fyrstu vangamyndini í 3.umfari er Sámal Reginsson Mikkelsen. Hann býr uppi í Hoyvík, og er 11 ár. Á kamarinum eigur hann millum annað eina forvitnisliga mynd, og eisini dámar honum væl Ringanna Harra, og spæla við NERD byrsur. Sámal fer eisini at vísa okkum hvussu hann helt fastalávint. Tónleikarar Sangararnir eru tvær systrar, sum eita Marianna og Eva Winther Nagata. Og tær fara at syngja og spæla ein kendan og vakran føroyskan sang. Spælið Og í hesum umfarinum eru tvey spøl í hvørjari sending. Tað eru teir báðir Hilmar Herason Andreassen og Hilmar Joensen ið fara læra hvønnannan eitt nýtt spæl, sum hin ikki dugdi áðrenn. Annað spælið má spælast úti og hitt riggar best inni. Lítli filmurin gongur sum rótasúpan á alnetinum. Eitt samdøgn eftir, at hann varð lagdur út á alnetið, hava fleiri enn fimm milliónir sæð hugtakandi filmin. Vit umrøða FMA, og um runda borðið eru Rólant Waag Dam og Barbara Holm frá Rás 2, Sif Gunnarsdóttir og Fróði Vestergaard úr Norðurlandahúsinum, og Eyðfinn Jensen frá Kringvarpi Føroya. Og í mentanarálmanakkanum frætta vit um eitt nú sangløtu í Kvívíkar kirkju 50 ára jubileumskonsert Stanley Samuelsen í Listaskálanum framsýningina Mítt yndislistaverk , ið letur upp í Norðurlandahúsinum fríggjadagin, FM í garnatálg framsýningina Silvurtráðurin í Glyvra kirkju og myndakapping, nú Býarbókasavnið í Havn 1. apríl verður 45 ár. Í sendingini hitta vit Theodor Olsen, Stanley Samuelsen, Sif Gunnarsdóttir, Mortan í Hamrabyrgi, Oggi Lamhauge og Hanna Magnussen. Fiskimannafelagið hetti í gjár á politisku myndugleikarnar um at biðja danska útlendingastýrið um ikki at senda útlendingarnar, sum hava mannað garnaskipið Anitu, av landinum, fyrr enn umstøðurnar vóru kannaðar og lýstar til fulnar. J ohan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, tók ikki undir við tí uppskotinum, og i ndonesisku fiskimenninir fóru av landinum í morgun. Fiskimenninir hava ikki fingið hýruna fyri túrin enn, men reiðari á Anitu Søren Kristiansen segði við útvarpið í morgun, at teir hava fingið trygd fyri, at teir fara at fáa løn fyri túrin. Tað er Tjóðveldi, sum heldur, at tað gongur ov seint at fáa fólk at leggja um til varðandi orku. Tað almenna eigur at hjálpa til við eini stuðulsskipan, sum kann eggja fólki til at skifta oljufýrið út, so oljunýtslan og CO2 útlátið gerst minni. Tøl hjá Jarðfeingi vísa, at eini 2.000 hús hava luft til luft hitapumpu og millum 500 600 hús hava luft til vatn hitapumpu ,og umleið 100 hús hava jarðhita ella sjóhita. Bert sætta hvørt hús hevur hitapumpu Umleið 18.000 húsarhald eru í landinum, so bert umleið sætta hvørt hús hevur lagt um til varandi orku. Tjóðveldi heldur eisini, at tað almenna skal hjálpa til við eini stuðulsskipan, fyri at fáa fólk at skifta til grøna orku. Tilboðið er kunngjørt í keypsskálum, har felagið er skrásett, og í bløðum í Føroyum, Danmark og Íslandi. Partabrøvini verða keypt fyri kurs 210. Talan er um 341.550 partabrøv, sum vórðu seld fyri kurs 261, góðar 89 milliónir krónur, í 2007. Partabrøvini verða keypt aftur fyri 72 milliónir krónur Atlantsflog eigur 36 milliónir at keypa fyri, og hin helvtin skal lænast. Hesa vikuna og í seinastu viku skriva børn í 6. og 7.flokki morgunlestrar. Tey lesa sjálvi. Í dag lesur og skrivar Hilda Mortensen, sum gongur í 7. flokki í skúlanum við Løgmannabreyt. Í dag hoyra vit um spælilið í Hvalbiar skúla. Næmingar í 3. og 7. flokki greiða frá. Næmingar í 6. flokki greiða frá eplaveltu og at taka eplir upp. Øll í Tórshavnar kommunu, ið eru millum 14 og 22 ár hava valrætt, og fáa øll tey ein av komandi døgunum bræv frá kommunu um valið. Valevnini eru hesi Rebbeka Eliasen, fødd 1998, Hoyvík Magnus Heinason Eysturoy, føddur 1998, Tórshavn Gunnhild Hansen, fødd 1992, Hoyvík Bogi Bech Húsgarð, føddur 1999, Hoyvík Harald Joensen, føddur 1993, Argir Hilbert R. Johannesen, føddur 1998, Tórshavn Ásvør Lognberg, fødd 1996, Argir Marianna W. Nagata, fødd 1999, Hoyvík Eyðun Poulsen, føddur 1996, Argir Drós Ragnarsdóttir, fødd 1999, Tórshavn Lydia Sólheim, fødd 1998, Hoyvík Oda Kjartansdóttir Strøm, fødd 1991, Tórshavn Bjørg A. Toftegaard, fødd 1997, Nólsoy Hanna Vang, fødd 1995, Tórshavn Tór Marni Weihe, føddur 1994, Tórshavn Hon er fylt við tølum, yvirlitum og tabellum ársfrágreiðingin hjá Rættarhjálp Føroya fyri 2013, ið tekur saman um fyrispurningarnar, tey fingu í 2013. Teir flestu av teimum 720 fyrispurningunum, Rættarhjálp Føroya fekk í 2013, snúðu seg um arv og skifti og um hjúnarskilnað og sundurlesing 81 fyrispurningar 11,3 snúðu seg um arv og skifti og 67 fyrispurningar 9,3 snúðu seg um hjúnarskilnað og sundurlesing, sambært frágreiðingini. 435 av fyrispurningunum tað vil siga 60,4 sum Rættarhjálpin fekk í 2013, vóru frá fólki í Streymoy, sambært ársfrágreiðingini fyri 2013. Næstflestu fyrispurningarnir í 2013 komu frá fólki í Eysturoy, ið stóðu fyri 14,2 prosentum. 9,9 av fyrispurningunum komu frá fólki í Norðoyggjum. Eisini varð samtykt at hvørt húski, bert skal hava loyvið at hava eina leyst gangandi kettu, umframt, at allar kettur sum ganga leysar í Nólsoy skulu bera hálsband og vera geldar. Orsøkin til, at reglur skulu gerast fyri ketturnar í oynni, er at í føroyska ringmerkingar atlassinum verður staðfest, at stórur partur av ringmerktu drunnhvítunum verða dripnir av kettu. Nýggja reglugerðin skal sostatt minka um hesi tøl, og samstundis fæst eitt yvirlit yvir spøku ketturnar í oynni, so tamarhald kann fáast á støðuna við vill kettum í Nólsoy. Indonesisku fiskimenninir sum vóru við garnabátinum, Anitu, fara úr Føroyum í morgin. Teir hava fingið passini aftur frá løgregluni, og eru klárir at fara, sigur Sørin Christiansen, reiðari. Menninir fingu at vita frá løgregluni, at teir ikki eru vístir úr Føroyum, og kunnu koma aftur, um teir søkja um uppihaldsloyvi. Málið var tikið upp í polittisku skipanini í Føroyum í dag. Henrik Old, løgtingsmaður vil hava Kaj Leo Holm Johannesen at tryggja, at teir fáa sømiliga viðferð, og pengar, áðrenn teir verða sendir av landinum. Samstundis heitir Fiskimannafelagið og Johan Dahl, landsstýrismann, sum umsitur útlendingamál, at biðja Útlendingastýrið um at útseta heimsendingina, til umstøðurnar hjá fiskimonnunum eru kannaðr og lýstar til fulnar. Henrik Old sendi løgmanni sína áheitan fyrrapartin Segði Henrik Old, løgtingsmaður. Seinnapartin sendi Fiskimannafelagið áheitanina til Johan Dahl, landsstýrismann. Felagið sigur millum annað at eingin greiða tykist vera á, hvørja støðu vanlukkan, ið hendi 11. februar, og sum kravdi eitt mannalív, hevur sett manningina í, nú einasta avleiðingin fyri teir er, at teir verða sendir heim. Spurningurin, um reiðaríið fer at rinda monnunum hýru og annars halda sínar skyldur yvir fyri manningini, er ósvaraður, eins og nógvir aðrir spurningar um støðuna hjá manningini. Málið hevur bráskund, tí sambært løgregluni skulu útlendingarnir sendast av landinum við fyrsta flogfarinum úr Vágum í morginárið, grækarismessudag mars. Sørin Christiansen sigur, at hann var umborð í Anitu í dag og gav manningini ferðaseðil. Teir fingu eisini pengar, so teir kunnu eta á ferðini heim, og teir fáa løn sum avtalað er, tað er teimum tryggjað, sigur Sørin Christiansen. Indonesisku fiskimenninir fara úr Føroyum í morgin og vera heima hósdagin, sigur hann. Hjá teimum flestu er samsvar millum tað biologiska kynið og kynsidentitetin, men fyri onnur samsvara hesir báðir partar ikki. Jóan Høgnesen heldur tað hava stóran týdning at viðurkenna tað, tá ósamsvar er. Góðan morgun Føroyar hevur gjørt samrøðu við fólkalívsfrøðingin, Eyðun Andreasen, um Grækarismessu og tjóðarfuglin, tjaldri. Samrøðan var gjørd í 2005 Ber til at takka ja og takka nei, sum vit javnan hoyra nú Og liggur nýggi miðnámsskúlin í Marknagili ella á Marknagili í Havn og hildu tær kvinnudag á Sandoynni ella í Sandoynni Bergljót av Skarði svaraði tveimum málspurningum í morgun. Hevur tú nakrantíð hugsað um, hvussu nógv onnur flogfør eru í luftini, tá tú hevur hugt út gjøgnum vindeygað, tá tú situr í einum flogfari Kanska tú ikki hevur sæð so nógv onnur flogfør, tá tú hevur flogið, men far ikki skeiv ella skeivur. Nógv flogfør eru í loftrrúminum samstundis. Loftferðslumyndugleikarnir í Onglandi hava savnað dáta yvir eitt samdøgur. Í filmsbrotinum niðanfæri sært tú alla flogferðsluna yvir Evropa uppá tveir minuttir. Gamla Stokkastovan í Tinganesi skal nú umvælast fyri góðar 6 miljónir krónur. Men hvat skal stokkastovan brúkast til tá hon er liðugt umvæld Uppskotini eru fleiri, eitt nú til framsýningar, móttøkur og annars standa opin fyri ferðafólki um summarið. Men hvørjum standi er stokkastovan í í dag Vit vóru í Tinganesi í morgun og tosaðu við arkitektarnar Tórálv Weihe, Bárð í Baiansstovu og Majfinn Norðoy Hvørki løgmaður ella landsstýrismaðurin í vinnumálum vilja leggja upp í málið um Anitu. Indonesisku fiskimenninir vóru tí sendir av landinum í morgun, tí teir hava ikki uppihalds og arbeiðsloyvi í Føroyum. Lønin ikki útgoldin enn Indonesisku fiskimenninir hava fingið pening til heimferðina, men teir hava ikki fingið hýru fyri túrin enn. Søren Kristiansen, reiðari á Anitu, váttar tó fyri Kringvarpinum, at fiskimenninir hava fingið trygd fyri, at lønin verður útgoldin. Pengarnir eru tiknir av kontuni nýggir landsvegir. Teir eru bókaðir í roknskapinum fyri 2013, og tað sæst á heimasíðuni hjá Gjaldstovuni. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í tunnilsmálum, segði við Útvarpið fyri einari viku síðani, at hann hevði fingið at vita frá løgfrøðingum, at hann hevði bæði skyldu og heimild til at flyta milliónina, sum CIP skal hava, tí CIP ikki fekk sáttmálan við Innlendismálaráðið um Eysturoyartunnilin. 12. januar sendi Runi Bro Róin frá CIP ein teldupost til aðalstjóran í Fíggjarmálaráðnum, har hann bað um, at milliónin varð flutt á kontu hjá P F Eysturoyartunlinum, sum CIP og Lív eiga. Ein heilt annar spurningur er, um Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, yvirhøvur hevði loyvi til at gera avtaluna um CIP milliónina. Borgarstjórin í Klaksvík sigur, at tað er neyðugt at fáa greiðu á leiðsluspurninginum, áðrenn Klaksvíkar Kommuna fer undir at byggja ein nýggjan skúla á Ziskatrøð. Tí byggjaríið skal tillagast eftir, hvør loysnin verður. Tí er ein arbeiðsbólkur, við umboðum úr skúlastýrunum í báðum skúlum, settur at lýsa málið og taka støðu til spurningin um, hvørt tað er best við einari ella tveimum leiðslum á skúlunum í Klaksvík. 50 metra langhylurin í Vági er settur upp, og farið er undir at seta upp barnahylin á Oyrunum í Vági, har svimjihylurin verður bygdur, skrivar Suðurrás . Í filmsbrotinum niðanfyri sæst, hvussu gongst við arbeiðnum at gera langhylin í svimjihøllini, eystanfyri SEV verkið í Vági, ið nú so smátt byrjar at taka skap. Bygningurin verður umleið 60 metrar langur, 22 metrar breiður og umleið 1.300 fermetrar til støddar. Harumframt verður ein síðubygningur uppá 600 fermetrar. Tað var 11. august í 2009, at eitt lógaruppskot varð lagt fyri Løgtingið um at byggja kappingarhyl í Vági. Eftir ætlanini skal langhylurin verða liðugur í summar. Mjólkakvoturnar umboða eitt virði í roknskapunum hjá bóndunum, sum er hálvaaðru ferð so stórt sum materiellu aktivini tilsamans, vísir Grannskoðanarvirkið NUMO á. Nógv av feløgunum hjá bóndunum koyra so tungt, at tey ikki hava pening at rinda rímiligar lønir. Ein lærari skrivar eina klummu um, at foreldrini áttu at havt størri ábyrgd fyri sínum børnum. Og øll eru á gosi. Summi tí tey halda, at endiliga verður tað sagt, sum so nógv hava hugsað í langa tíð. Onnur, tí tey eru rúkandi ósamd við klummuskrivaranum, Rudi Helenu Heinesen, lærara í Tórshavnar Kommunuskúla. Formaðurin í Føroya Lærarafelag, forkvinnan í felagnum Heim og Skúli og dagstovnaleiðari kjakast um, hví ógreiða er á, hvør hevur ábyrgdina av børnunum. Formaðurin í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum, Jákup Mikkelsen, tekur ikki undir við uppskotinum um at broyta lønirnar hjá løgmanni og landsstýrismonnum, og hann væntar, at uppskotið fellur í tinginum. Tað kom fram í kjakinum í sjónvarpinum í gjárkvøldið millum formannin í Fíggjarnevndini, Bárð Nielsen og Jákup Mikkelsen. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, og sitandi landsstýrið, verða ikki rakt av uppskotinum, tí tey hava øll vunnið sær fullað pensjón, og tey fáa part av lønarhækkingini, um uppskotið verður samtykt. Formaðurin í Tjóðveldi vil hava løgmann at svara, hvat landsstýrið ger, nú ES ætlar at seta revsitiltøk í verk móti Russlandi, samstundis sum ES hevur sett handils og havnastongsil í verk móti Føroyum. Høgni Hoydal sigur í spurninginum til løgmann, at Føroyar eiga at hava eina støðu til heimspolitikkin, og at fyrireika okkum til ein broyttan veruleikan. Týðandi í hesum sambandi er, at føroysk vinna vegna ES stongsilin er kroyst á russiska og ukrainska marknaðin við sínum vørum. Revsitiltøkini, sum ES hevur sett í verk móti Føroyum, raka okkara land nógv ógvusligari, enn tiltøkini, sum ES nú fyrireikar móti Russlandi, sigur formaðurin í Tjóðveldi. Hann kallar hetta valdsmisnýtslu, tí Føroyar eru í lógligari ósemju um rættin til egið tilfeingi, sammett við Russland, sum ger innrás í eitt annað land og hóttir við kríggi í Europa. Bæði heimspolitiskt og ítøkiliga hava Føroyar sostatt stóra ábyrgd og áhugamál at røkja í hesum avgerandi uttanríkis og trygdarpolitiska máli, sigur Høgni Hoydal í spurninginum, sum varð settur løgmanni í dag. Kaj Leo holm Johannesen hevur eftir tingskipanini 10 yrkadagar at svara fyrispurninginum. Tað var í samband við, at Jóan hevði ein fyrilestur um transseksualitet í Sirkus, at hon, saman við Rakul Dalsgaard, vitjaði útvarpsstovuna. Her er eitt videobrot av samrøðuni. Tú kanst hoyra alla samrøðuna við Jóan og Rakul her ICES ráðgevingin frá oktober, sum mælti til at fiska 890 túsund tons av makreli, er framvegis galdandi. Tað tilmælið varð grundað á fiskiskapin seinastu trý árini. Nýggj granskingarúrslit Fiskifrøðingar hava nú fingið fleiri granskingarúrslit, sum ger, at nýggja tilmælið verður meira vísindaligt grundað, sigur norski granskarin Katja Enberg, sum er leiðari í arbeiðsbólkinum hjá ICES, við Fiskaren Ása Holm sigur, at allir heilsuhjálpararnir sum hava arbeitt í Suðurstreymi, eru farnir í annað starv, tí arbeiðsumstøðurnar ikki eru nóg góðar. Síðan 2001 hava nógvir næmingum fingið prógv sum heilsuhjálpari ella heilsurøktari í Heilsuskúlanum í Suðuroy. Men hesi fólkini søkja ikki størvini í Suðurstreymi. Tí noyðist Almannaverkið at seta ófaklærd fólk í størvini. Úrslitið er, at fakliga støðið í heimarøktini er ikki nóg gott í høvuðsstaðarøkinum, vísur Ása Holm á. Heilsuhjálparafelagið hevur havt fundir við Almannaverkið og landsstýriskvinnuna í almannamálum um málið, men sambært Ásu Holm staðfestir Almannaverkið bara, at ongin heilsuhjálpari søkir størvini. Tí noyðist Almannaverki at seta ófaklærd fólk í starv á eldraøkinum. Rigmor Dam, løgtingskvinnu, hevur júst sett landsstýriskvinnuni, Anniku Olsen, skrivligan fyrispurning um, hví røktarstarvsfólk rýma úr Suðurstreymi, og hví ónøgdin hjá avvarðandi er vaksandi. Tveir bygningar eru rapaðir í Manhattan, New York eftir eina spreinging, ið hendi klokkan 13 31 í dag, føroyska tíð, skrivar The New York Times . Tvey fólk hava latið lív, 16 eru send á sjúkrahús og 12 eru saknað, upplýsa myndugleikarnir í New York fyri amerikanskum netmiðlum. Í løtuni stríðast fleiri enn 150 sløkkiliðsfólk við at fáa tamarhald á støðuni, sum greitt yvirlit ikki er yvir enn, skrivar The New York Times. Fyrradagin var henda kunngerðin eitt mistak frá okkara síðu, men í dag er hetta veruleiki hjá suðuroyingum, tí klokkan 16 í dag fer Silja Star av Hvalba til Havnar, boðar Strandferðslan frá í kunngerð. Jens Petur Brattalíð ferðslusamskipari hjá Strandferðsluni, sigur, at ætlanin var at tyrlan skuldi flúgva í dag. Men vegna vegur hevur tyrlan avlýst allar flúgving, og tí noyðist Strandferðslan at leiga Silju Star til siglingina millum Suðuroynna og Havnar klokkan 16 í dag. Kristina Samuelsen, advokatur og leiðari fyri rættarhjálpini, sigur, at føroyska rættarhjálpin fekk í fjør 720 fyrispurningar um ymisk løgfrøðislig viðurskiftið. Kristina, fekk millum annað 81 fyrispurningar um arv og skiftið. Rættarhjálpin bjóðar einstaklingum ókeypis løgfrøðiliga hjálp og ráðgeving. Rættarhjálpin í Føroyum er mannað við løgfrøðingum, ið starvast Umrødda skattaumleggingin er ikki partur av samráðingunum um yvirskipaðu fíggjarkarmarnar. Við øðrum orðum, so er ikki sannlíkt, at lønmóttakarar kunnu vænta at fáa nakran skattalætta komandi árið. Fíggjarmálaráðið hevur leingi arbeitt við uppskotum til, hvussu skattaskipanin kann umleggjast. Flatskattaskipanin, ið var innførd í 2012, var bert byrjanin. Samráðingar um fíggjarkarmarnar hava vart í nakrar dagar og halda fram komandi dagarnar. Útvarpið tosaði við Jørgen Niclasen um samráðingarnar 3. mars. Tá snúðu samráðingarnar seg ikki um skattalættar. Tað er farið so langt, at kvinnan er flutt frá manninum. Hetta vegna klandur og stríð mullum hana og døturnar hjá nýggja manninum. Hon spyr, hvat hon kann gera, tí hon elskar mann sín, og vil gerast gomul saman við honum. Hetta er eitt av fýra brøvum, sum eru við í sendingini hesa ferð. Tað er Jógvan Zachariassen, pastor, ið svarar brøvunum í hesari sendingini. Ein semja skal verða gjørd, og at hon skal undirskrivast klokkan 18 í kvøld, á norsku sendistovuni í enska høvuðsstaðnum, men tíðindini eru ikki váttað alment enn. Limir í uttanlandsnevndini, har Jacob Vestergaard í dag hevur verið á fundi, fáast ikki at siga nakað, og landsstýrismaðurin og samráðingarleiðarin, Herluf Sigvaldsson, hava higartil ikki verið tøkir. Danmarks Radio hevur seinastu dagarnar havt fleiri greinar og innsløg um rættindini hjá samkyndum í Føroyum. DR varpar serliga ljós á rættindini hjá samkyndum at giftast. Bjørt Samuelsen, Poul Michelsen og Rigmor Dam løgdu í november 2011 uppskot fram um at broyta hjúnabandslógina, so samkynd kunnu giftast borgarliga. Ætlanin hjá Poul Michelsen, Bjørt Samuelsen og Rigmor Dam er ikki at nerta føroysku fólkakirkjuna, ið verður undantikin, um uppskotið verður samtykt. Í Danmark hava samkynd kunnað skrásett seg við serlógini um skrásett parlag. Men 15. juni 2012 var lógin avtikin, samstundis sum hjúnarbandslógin galdandi fyri Danmark var broytt, so samkynd í Danmark nú kunnu gifta seg á sama hátt og við somu rættindum sum øll onnur. Lurta eftir sendingini á DR.dk um núverandi støðuna hjá føroyskum samkyndum, og um dagføringina av hjúnabandslógini. Enn vilja føroyskir myndugleikar ikki vátta tíðindini, men danska Fiskimálaráðið váttar fyri Kringvarpinum, at avtalan verður undirskrivað klokkan 18. Ísland er ikki partur av hesari makrelavtaluni. Sum skilst setur avtalan heldur ikki handilsforðingarnar, sum ES hevur sett føroyingum, úr gildi. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur verið á fundi við Uttanlandsnevndina í dag. Limir í uttanlandsnevndini fáast ikki at siga nakað um avtaluna, og landsstýrismaðurin og samráðingarleiðarin Herluf Sigvaldsson hava ikki verið at hitt í dag. Aðalstjórin í fiskimálaráðnum, Rógvi Reinert, vil heldur ikki vátta tíðindini. Tað hevur fingið álvarsligar avleiðingar fyri TB og nevndarlimir í TB, at felagið ikki hevur hildið seg til reglurnar hjá Fótbóltssambandinum viðvíkjandi leikarasáttmálum. Andr Dalfoss, fyrrverandi formaður í starvsnevndini hjá TB, hevur fingið forboð móti at luttaka í virksemi sum hevur við fótbólt at gera næstu fýra árini. Kim Roest, formaður í fótbóltsnevndini hjá TB, hevur fingið forboð móti at luttaka í verksemi sum hevur við fótbólt at gera næstu trý árini. Góðkendi sáttmálin hevði eitt virði á 40.000 krónur, meðan sáttmálin sum ikki bleiv sendur til FSF hevði eitt nógv størri virði 154.000 krónur Aganevndin staðfestir, at tað er álvarsamt brot á regluverkið hjá FSF, at eitt felag ger sáttmála ella ískoytissáttmálar við ein leikara, sum hvørki lýkur innihaldsligu ella formligu krøvini hjá FSF um góðkenning av slíkum sáttmálum. Nevndarlimir hava fingið forboð móti at luttaka í fótbólti komandi árini, og felagið er revsað fíggjarliga. Men eingin ítróttarlig revsing verður givin. Tað vil siga, at stig verða ikki tikin frá TB, og felagið kann halda fram í 1.deild. Hesa avgerðina er Aganevndin komin fram til, tí tað ber sambært Aganevndini ikki til at staðfesta greitt, at TB hevur havt ítróttarligan fyrimun av at eykasáttmálin ella ískoytissátmálin ikki varð sendur FSF til góðkenningar. Igor Grkajac hevði avgerandi ítróttarligan leiklut á vøllinum í 2012. Hann skeyt tvey mál í 3 1 sigri á B68, og hann skeyt útjavnandi málið í 1 1 javnleiki móti ÍF. ES, Norra og Føroyar hava skrivað undir avtalu at skipa fiskiskapin eftir makreli í Norðuratlantshavinum næstu fimm árini. Føroyar fáa 12,6 prosent av heildarkvotuni, sum svarar til 156 túsund tons í ár. Tað er enn ikki endaliga greitt, hvussu nógv londini kunna fiska hjá hvør øðrum. Tær avtalurnar verða helst undirskrivaðar í morgin, skilir Kringvarpið. Avtalan loyvir føroyskum skipum at fiska í norskum sjógvi, tá makrelurin er feitastur. Íslendingar eru ikki partar av avtaluni, sum er undirskrivað í kvøld. Maria Damanaki, fiskivinnukommiserur í ES, sigur kortini í tíðindabrævi í kvøld, at onnur strandarlond kunnu koma upp í avtaluna seinni. Ein kvotapartur er settur av til Ísland, um áhugi er fyri tí. Samráðingarnar hava verið drúgvar og strævnar, og vandi var fyri stovninum. Henda avtalan tryggjar eina langtíðarætlan fyri burðardyggan fiskiskap, sigur hon. Handilsforðingarnar, sum ES setti Føroyum tann 28. august í fjør, eru enn galdandi. Ætlanin er at viðgera tað málið, tá samráðingarnar um sildafiskiskapin verður. Líkindini fyri at fáa semju um sildafiskaskapin eru helst góð, nú strandarlondini komu á mál við makrelsamráðingunum. Hetta er ófatiligt. Partarnir hava samráðast í fýra ár, og nú fáa Føroyar samsýning fyri sín ábyrgdarleysa fiskiskap seinastu árini. Henda avtalan gevur eisini donskum fiskimonnum verri kor næstu fimm árini, sigur Svend Erik Andersen við fiskeritidende.dk. Avtalan ber við sær, at danskir fiskimenn missa útivið 20 prosent av sínari kvotu, sum svarar til áleið 100 milliónir krónur í 2014. ES missir í alt kvotur fyri tvær milliardir krónur í hesum árinum. Danska fiskivinnan hevur verið merkt av, at samráðingarnar um Norðsjógvin og Skagerrak eru útsettar, tí strandarlondini hava ikki funnið semju um makrelin. Vit hava mist nógvar pengar síðan ársskiftið, og nú verður okkara partur somuleiðis minni. Hetta hava verið nakrir svartir mánaðir í danskari fiskivinnu, sigur Svend Erik Andersen, formaður í Danmarks Fiskeriforening. Danski fiskimálaráðharrin, Dan Jørgensen, vísir aftur kravinum frá Danmarks Fiskeriforening at rinda teimum endurgjald fyri mistar inntøkur. Íslendski uttanríkisráðharrin, Gunnar Bragi Sveinsson, segði í íslendska Altinginum í kvøld, at tað kemur púra óvart á seg, at makrelavtalan er undirskrivað. Tað skrivar mbl.is. Vit hava slakað nógv í okkara krøvum og mettu okkum vera samd við ES um eitt býti. Nú sita vit brádliga uttanfyri, og hini londini hava ikki boðað okkum frá, segði hann. Eg skilji lítið av hesum. Eg skilji heldur ikki, at føroyingar hava tikið lut í hesum. Eg metti, at vit stóðu saman í hesum málinum, segði hann. Hesa vikuna og í seinastu viku skriva børn í 6. og 7.flokki morgunlestrar. Tey lesa sjálvi. Í dag lesur og skrivar Óluva Nolsøe Joensen í 6. flokki í skúlanum á Giljanesi Spurningurin er ikki nýggjur, men nú er møguleiki hjá øllum bæði føroyingum, grønlendingum og dønum at siga sína hjartans meining um spurningin á heimasíðuni groenland.systime.dk. Tað er forlagið Systime, sum serliga hevur lagt seg eftir at gera e bøkur til skúlaundirvísing, sum hevur sett á stovn e kjakið um ríkisfelagsskapin. Nauja Lynge er stigtakari, og hon vónar e kjakið leggur upp til eitt ordiligt kjak um, hvønn leiklut ríkisfelagsskapurin hevur og kann hava í framtíðini. Kjakið er ikki politiskt neutralt. Forlagið leggur dent á, at tey hava skipa kjakið, tí tey trúgva, at ríkisfelagsskapurin hevur eitt virði, sum er størri enn blokkurin og geopolitiskir spurningar. Men kjakið skal fyrst og fremst verða demokratiskt og á einum upplýstum grundarlagið, skrivar forlagið. Fyri at kjakarar ikki skulu standa á berum, men hava eitt útgangsstøði at kjakast um, so hevur forlagið gjørt samrøður við eina røð av politikarum. Fleiri sjónvarpaðar samrøður og greinar eru at finna í e kjakinum um ríkisfelagsskapin, millum annað við Mogens Lykketoft, Uffe Elleman Jensen, Joseph Motzfeldt og fleiri aðrar almennar persónar, eitt nú Michael Binzer og Martin Breum. Í hesum sambandi hevur áhugafelagsskapurin LGBT gjørt eina seinastu roynd á hesum sinni at ávirka tinglimir til at samtykkja uppskotini. Hetta hava tey gjørt við at lata hvørjum einstøkum tinglimi eitt bræv, har tey siga seg vilja mana nakrar ósannar mýtur um samkynd burtur . Onnur viðgerð av málinum, sum Rigmor Dam úr Javnaðarflokkinum, Poul Michelsen úr Framsókn og Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi hava lagt fram saman verður sum sagt í dag. Tveir samgongutinglimir, Eivin Jacobsen úr Sambandsflokkinum og Brandur Sandoy úr Fólkaflokkinum, hava gjørt vart við sína ónøgd um framferðina hjá samgonguni í hesum málinum. Samgongan hevur nevniliga gjørt eina avtalu um at atkvøða nei og sostatt ikki lata tinglimir atkvøða eftir egnari sannføring, sum siður annars hevur verið í sonevndu etisku málunum . Tað er hetta teir báðir samgongutinglimirnir mótmæla, men kortini fara teir at atkvøða saman við samgonguni sum altso sigur nei til samkynt borgarligt hjúnalag. Hetta kemur fram í svari frá Anniku Olsen, landsstýriskvinnu til Sirið Steenberg, tingkvinnu. Sirið Steenberg vildi vita, um tey fólkini, sum í dag búgva á Psykiatriska Deplinum, sleppa fram at í nýggja sambýlinum í Havn, ið verður liðugt í juni í ár. Landsstýriskvinnan sigur, at hon vónar, at nýggja sambýlið kann veita teimum búpláss, men leggur herðslu á, at avgerð um upptøku og visitatión er uttan fyri politiska ávirkan. Hetta er skipað í kunngerð, og ein upptøkunevnd er sett at taka avgerð um, hvør fær pláss. Vit fáa fyrispurningar hvønn dag, og vit hava ongantíð áður havt ognir til sølu, ið so stórur áhugi er fyri, sigur meklarafyritøka. Tær fimm kirkjurnar í Keypmannahavn eru settar til sølu, eftir at ráðharrin í kirkjumálum, Marianne Jelved, í fjør avgjørdi, at seks kirkjur í Keypmannahavn skulu steingja. Avgerðin er grundað á tilmæli frá stiftsstjórnini og biskupum, ið halda, at 14 kirkjur í Keypmannahavn áttu at verið seldar, heldur enn seks. Áhugaðu keypararnir eru samkomur, vælgerandi felagsskapir, íleggjarar og listafólk, sigur Peter Lassen hjá meklarafyritøkuni, Colliers, ið selur tríggjar av kirkjunum. Treytin hjá teimum, ið eru áhugað í teimum trimum kirkjunum, er, at tær skulu nýtast til endamál, ið eru í samljóð við bygningarnar og søguna hjá kirkjunum. Størri søla, størri rakstraravlop, dagføringar og nútímansgerð gera, at Posta hevði avlop, sigur Posta í tíðindaskrivi. Leiðslan í Posta væntar eisini avlop í ár. Posta seldi fyri 91 milliónir í fjør, sum eru tvær milliónir meira enn í 2012. Tað er fyrstu ferð í søgu partafelagsins, at vøkstur er í søluni. Posthúsini í Runavík og á Tvøroyri eru til sølu og grundstykki, sum Posta eigur við Gøtugjógv og á Óðinshædd í Havn, eru eisini til sølu. Uttan at nevna, hvussu tað skal gerast, og uttan at brúka orðið uppsagnir, sigur leiðslan í ársfrágreiðing sínari, at felagið skal framhaldandi økja lønareffektivitetin. Sambært ársfrágreiðingini hjá Posta hevði felagið Mínboks hálva millión í halli í fjør. Parturin hjá Posta av tí hallinum er 200.000 krónur Kom og les Soleiðis eitur ein stórur bókmentafestivalur fyri børn ung, sum Nám saman við øðrum skipar fyri í næstum. Í eina viku verður ljós varpað á føroyskar barna og ungdómsbókmentir, og í hesum sambandi bjóðar Nám skúlum kring landið at fáa vitjan av rithøvundum og ella sjónleikarum, sum kunnu geva næmingunum eina eyka bókmentauppliving. Kringvarpið er kosið Ársins Tjaldur fyri sína nettænastu. Kringvarp Føroya fær fólk sum liva sum tjaldur at kenna seg heima, siga Sissal Kampmann og Marita Dalsgaard, sum hava tikið stig til heiðurslønina Ársins Tjaldur Umleið ein triðingur, 35 prosent av makrelinum kann fiskast í norskum sjógvi. Tað gevur størri møguleikar fyri at fáa hægri prís fyri fiskin, tí royndirnar vísa, at makrelurin er væl fyri, tá hann um heystið er at fáa í norskum sjógvi. Føroyar fáa 156.000 tons Fiskimálaráðið upplýsir, at Føroyar, ES og Noreg hava lutfalsliga býtt makrelin, so Føroyar fáa 14,93 , ES 58,40 og Noreg 26,67 . Londini hava gjørt av at býta 84,40 av samlaðu kvotuni, sum er sett til 1.240.000 tons. Av henni fáa fáa Føroyar 12,60 prosent, sum er 156.240 tons. Restin, 15,60 prosent er sett av til onnur lond, Ísland, Grønland og Rusland. Umsitingarætlan skal gerast Semja er eisini um at gera eina umsitingarætlan fyri tey fimm árini, sum semjan hevur gildi. Og hon skal gerast við støði í tilráðingini frá ICES. Og partarnir skulu eisini gera semju um veiðu av makrelinum í sjóøki hjá hvørjumøðrum Nannu Hanusardóttir Bjarnason legði støðudagføring á Facebook, har hon greiddi frá happingini. Síðani hava nógvir føroyingar deilt hesa ávaringina, og fleiri hava greitt frá líknandi søgum á sosialu miðlunum. Tvey evni vóru viðgjørd í pressutáttinumí dag. Fyrra evnið er um journalistar kunnu brúka viðmerkingar á facebook, sum søgur í miðlunum, og tað er Sigmun Poulsen, sum svarar hesum. Seinna evnið var, at Kringvarpið hevur kært Norðlýsið fyri brot á kravið um óheftan tíðindaflutning. Kjakið var millum John William Joensen, blaðstjóra á Norðlýsinum og tíðindaleiðaaran í Kringvarpinum, Liljan Weihe. Anna Ellingsgaard er vertur Álitið um fátækramark verður handað landsstýriskvinnuni í Almannamálum fríggjadagin. Ein arbeiðsbólkur hevur í yvir eitt ár arbeitt við at skriva álitið, men arbeiðið hevur verið rúgvusmikið og trupult, og tí hevur tað tikið so langa tíð at gera. Nevndin skuldi koma við sínum tilmæli 1. apríl í fjør, men tá var hon als ikki liðug at kanna øll viðurskifti, sum skulu kannast, fyri at kunna áseta eitt fástækramark. Nógvir spurningar Heri Petersen, skrivari í arbeiðsbólkinum, segði við útvarpið í januar, at nógv kjak hevur verið í arbeiðsbólkinum, tí mong og ymisk sjónarmið eru um, hvat eitt slíkt mark skal grundast á. Skal fátækramarkið byggja á, hvat eitt húski í minsta lagi skal hava fyri at klára seg, ella skal tað byggja á, hvat skal til fyri at liva eitt rímiligt og virðiligt lív, og skulu børnini hava rætt til telduspøl, og húski rætt til uttanlandsferðir og so framvegis. Fátækramarkið í Danmark Í Danmark er ásett, at fólk eru fátæk, tá tey í trý ár á rað hava livað fyri minni enn 103.000 krónur um árið eftir skatt. Hetta er also tað danska fátækramark. Jørgen Niclasen kærir tíðindaflutningin hjá Kringvarpi Føroya, sum er borin fram síðani 19. desember í fjør og til í dag, um at Jørgen Niclasen skal hava snýtt tollvaldið fyri tolli, ella at felagið P f N. Niclasen, sum hann var stjóri fyri, skal hava snýtt í tolli. Advokaturin hjá Jørgeni Niclasen, Christian Andreasen, skrivar í kæruni, at tíðindaflutningurin hevur verið ærumeiðandi og í stríð við góðan fjølmiðlasið. Tí eigur Fjølmiðlanevndin at staðfesta, at Kringvarp Føroya hevur brotið grunnleggjandi reglur um fjølmiðlasið, og at áleggja kringvarpinum ta ábyrgd, sum hetta viðførir. I kæruni verða fleiri dømi nevnd um, hvørjar ásetingar í reglunum um góðan fjølmiðlasið, Christian Andreassen metir, at Kringvarpið hevur brotið. Kringvarp Føroya er fyrsti kærumynduleiki, og Jørgen Niclassen kærdi málið til Kringvarp Føroya tann 16. januar 2014, men fekk ikki viðhald. Tí hevur hann nú kært til Fjølmiðlanevndina. Innsavningin er gjørd fyri at lætta um hjá unga manninum á Nesi í Eysturoynni, sum herfyri gjørdist einkjumaður við fýra smáum børnum, so hann kann savna seg um børnini uttan at skula hugsa um tað fíggjarliga. Hátturin sum pengarnir verða innsavnaðir uppá, hevur vakt ans, tí hesin leitsturin at savna pening inn til fólk, ikki er sæddur áður. Lepin var ein áheitan um at vísa samkenslu og hjálp einum ungum manni á Nesi, ið situr eftir við fýra smáum børnum, eftir at kona hansara andaðist undir barnaføðing í januar. Samkensla kundi vísast við at flyta eina peningaliga gávu á eina bank kontu. Øyvind Bjerknes sigur, at tey hava møtt góðum vælvilja at fáa prentað lepan og borið hann út í hvørt hús í Norðoyggjum, Eysturoynni og Streymoynni. Íslendingar eru ikki blíðir, nú strandarlondini hava gjørt semju um makrelin, uttan at Ísland er við. Norðmenn vildu heldur hava eina nógv størri heildarkvotu enn fiskifrøðingar halda er ráðiligt. Tað heldur íslendski uttanríkisráðharrin Gunnar Bragi Sveinsson og fiskimálaráðharrin Sigurður Ingi Jóhannsson. Avtalan leggur upp til ovfisking Gunnar Bragi Sveinsson segði seg vera vónsviknan, tí hann helt, at Ísland hevði heiðurligar og góðar samráðingar við ES og Føroyar. Men tað tykist sum aðrar samráðingar hava verið, sum Ísland ikki visti um. Íslendski uttanríkisráðharrin harmast um, at ES og Noregur skulu ganga á odda í ovfisking. Sambært semjuni, sum varð gjørd í gjárkvøldið, kann Ísland koma upp í seinni, men ES og Noregur hava tikið sær alt tað, sum ICES sigur er ráðiligt at fiska. Skal Ísland so eisini hava kvotu, noyðist Ísland at vera við til at ovfiska makrelin, segði Gunnar Bragi Sveinsson íslendski uttanríkisráðharrin við íslendska útvarpið í morgun. Noregi vil hava størri heildarkvotu enn ráðiligt Íslendski fiskimálaráðharrin, Sigurður Ingi Jóhannsson, vísir á, at Ísland og ES í fjør heyst samdust um, at Ísland skuldi fáa 11,9 prosent av makrelkvotuni, men tó ikki minni enn 123.000 tons í ár og næsta ár. Eins og uttanríkisráðharrin sigur íslendski fiskimálaráðharrin, at semjan í gjárkvøldið fer langt upp um tað, sum ICES sigur er ráðiligt at fiska. Men avtalan millum Ísland og ES noyddist at víkja, tí ES vildi heldur lurta eftir Noregi, sum vildi hava eina nógv størri heildarkvotu enn ICES heldur vera ráðiligt. Og so brukti Noregur Grønland sum skálkaskjól fyri at sleppa sær undan at gera avtalu við Ísland, sigur íslendski fiskimálaráðharrin. Ísland fer skjótt at áseta sína makrelkvotu fyri 2014. Føroyska makrelkvotan er trífaldað, eftir at Føroyar, ES og Noreg hava gjørt semju um makrelin fyri næstu fimm árini. Og umleið ein triðingur, 35 prosent av makrelinum kann fiskast í norskum sjógvi. Tað samdust partarnir um í gjárkvøldið. Meira í avtaluni enn makrelur Men sambært Jógvani Jespersen, stjóra í felagnum Nótaskip, so er meira í semjuni, enn vit higartil hava frætt um. Handisforðingarnar, sum ES setti í verk í august í fjør, kunnu í næstum eisini vera avtiknar, sum liður í hesari semjuni. Eftir at semjan um makrelin var fingin í lag í gjárkvøldið, byrjaðu samráðingarnar við bæði ES og Noreg um sínámillum fiskirættindi fyri í ár. Ein liður í samráðingunum er, at øll viðurskifti skulu fáast uppá pláss millum ES og Føroyar. Handilsforðingarnar vóru settar í verk sum avleiðing av sildakvotuni, sum Føroyar settu sær í 2013. Tað liggur í kortunum, at ES og Føroyar skulu finna eina loysn um sildakvotuna í ár, at ES skal taka handilsforðingarnar aftur og at Føroyar skulu taka sakarmál síni mótvegis ES aftur, sigur Jógvan Jespersen. Væl nøgdur við makrelavtaluna Jógvan Jespersen er annars væl nøgdur við makrelavtaluna. Tað, at Føroyar kunnu fiska ein triðing av makrelinum í norskum sjógvi, gevur kvotunum hjá føroyskum skipum meira virði. Føroyingar fiska makrel í føroyskum sjógvi frá mai til oktober, tá makrelurin fer úr føroyskum sjógvi í norskan sjógv og í ES sjógv.Sambært Jógvani Jespersen so er virði av makrelinum í mai mánaða helvtin av virðinum í oktober. Tí fara føroyingar at fáa meira burturúr makrelinum við hesi semjuni. Talið á deyðum eftir eina gassspreinging í New York mikudagin heldur fram at vaksa. Fyrst ljóðaði, at tvey fólk høvdu latið lív, men talið er størri. Spreingingin, ið fekk tveir bygningar at rapa, var so hørð, at hon mátaði beint undir fimm á Richter stiganum sambært Columbia University. Íbúgvar í økinum á Manhattan høvdu gjørt vart við gasslukt áðrenn spreingingin hendi mikudagin, men tá var ov seint at fyribyrgja spreingina. Manglandi vitan og forstáilsi fyri, hvat ríkisfelagsskapurin er fyri fólk í Grønlandi, Føroyum og í Danmark, er beinleiðis orsøkin til, at Nauja Lynge tók stig til eitt e kjak um ríkisfelagsskapin. Kjakið er ikki politiskt neutralt. Forlagið leggur dent á, at tey hava skipa kjakið, tí tey trúgva, at ríkisfelagsskapurin hevur eitt virði, sum er størri enn blokkurin og geopolitiskir spurningar. Men kjakið skal fyrst og fremst verða demokratiskt og á einum upplýstum grundarlagið, skrivar forlagið. Fyri at kjakarar ikki skulu standa á berum, men hava eitt útgangsstøði at kjakast um, so hevur forlagið gjørt samrøður við eina røð av politikarum, sum eru at finna inni á kjakinum. Eitt brot úr samrøðuni við løgmann er eisini at finna á kvf.fo. Hetta vóru ikki samráðingar um fiskirættindi, men um politikk. Boykottið móti Føroyum er ein pínlig støða hjá bæði Danmark og ES at vera í, og tí mátti ES slakað í samráðingunum um makrelin. Tað sigur Esben Sverdrup Jensen, stjóri í Danmarks Pelagiske Producentorganisation, sum er felagsskapurin hjá tíggju reiðaríum hjá uppsjóvarskipum Felagið hjá Espen Sverdrup Jensen er sera misnøgt við makrelsemjuna, sum varð undirskrivað í London í gjár. Danska vinnan missir 100 milliónir krónur um árið við teimum makrelprísum, sum nú eru, tí kvotan minkar 20 prosent. Løgtingið feldi eftir døgverða hósdagin uppskotið, ið Rigmor Dam úr Javnaðarflokkinum, Poul Michelsen úr Framsókn og Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi løgdu fyri Løgtingið. 11 tingfólk atkvøddu fyri at taka undir við uppskotinum meðan 20 tingfólk atkvøddu ímóti uppskotinum hjá teimum trimum tingfólkunum, tá atkvøtt varð til aðru viðgerð í dag. Áhugafelagsskapurin LGBT royndi, áðrenn uppskotið varð viðgjørt í Løgtinginum í dag, at ávirka tinglimir til at samtykkja uppskotið, men tað var til fánýtis. Pól Huus Sólstein væntar eisini, at hetta er eitt stig á leiðini, at handilsstongsulin hjá ES móti Føroyum verður tikin av. Árliga fáa Føroyar 12,6 av heildarkvotuni og tað gevur Føroyum 156.240 tons av makreli um árið. Avtalan er galdandi í fimm ár, og tað ger, at v innan fær støðugari karmar at arbeiða undir, sigur Pól Huus Sólstein, stjóri í sølufelagnum North Pelagic. Kári og onnur fólk úr Hesti vóru í gjár í Rættarnevndini og førdu fram tað, tey halda vera sjálvsagt At Hestur verður bundin í Sandoyartunnilin. Kári Niclasen heldur tó, at t að er ørt at gera ein tunnil til Sandoynna. Og tí heldur hann ikki, at verkætlanin verður nógv ørari av, at tunnilin fer upp í Hesti á vegnum. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, er væl nøgdur við avtaluna um makrelin, men handilstiltøkini verða neyvan strikað, um ikki avtala eisini fæst um norðhavssildina. Jacob Vestergaard sigur, at handilstiltøkini hjá ES ikki eru við í samráðingunum, sum eru millum strandalondini, tí tey eru málsøki hjá løgmanni. Miðalaldurin var ikki høgur, tá ið sálmar vóru sungnir í Fuglafjarða kirkju hósmorgunin, tá ið skipað varð fyri pinkubarnasálmasangi. Hesa vikuna og í seinastu viku skriva børn í 6. og 7.flokki morgunlestrar. Tey lesa sjálvi. Í dag lesur og skrivar Pætur Ingason Jacobsen, sum gongur í 7. flokki í skúlanum á Løgmannabreyt. Samgongumeirilutin í løgtinginum hevði ikki nógv at leggja aftrat orðaskiftinum, men tá atkvøðast skuldi, var samgongan eirindaleys. Royndin at broyta hjúnarbandslógina, so at samkynd í Føroyum kunnu gifta seg borgarligt, miseydnaðist. Samgongan hevur gjørt eina avtalu, um at standa saman ímóti uppskotunum hjá Poul Michelsen, Bjørt Samuelsen og Rigmor Dam, og avtalan var hildin. Hetta hóast tveir samgongutinglimir, Brandur Sandoy og Eivin Jacobsen alment hava fílst á, at samgongan hevur fingið múlaband frá løgmanni. Janus Rein, løgtingslimur fyri Fólkasflokkin atkvøddi ikki ímóti eins og restin av samgonguni, tí hann var ikki til staðar í løgtinginum seinnapartin, tá atkvøðast skuldi. Løgreglan ætlar sær at kanna hini føroysku reiðaríini, sum brúka útlendskar manningar, nú staðfest er, at manningin á garnabátinum Anitu ikki hevði neyðugu arbeiðs og upphaldsloyvini.anningarnar taka tíð Reiðaríðið hjá Anitu er bara eitt av trimum reiðaríðum, ið brúkar útlendingar til at manna skipini. Hetta staðfesti Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, á løgtingsinsrøðarapalli 29. janaur. Men úrskurðurin hjá danska udlændingestyrelsen í málinum um manningina hjá Anitu ger ikki, at løgreglan fer at leypa skóleys á dyr at kanna, um hini bæði reiðaríini hava arbeiðs og upphaldsviðurskiftini hjá útlendsku manningunum í lagi. Tí tað tekur tíð ásannar Jón Klein Olsen, varapolitikommiserur. Nógvir spurningar eru settir og nógv ivamál hava stungið seg upp, síðan eitt flogfar hjá Malaysia Airlines hvarv sum døgg fyri sólini seinasta fríggjadag. MH370 flogfarið hjá Malaysia Airlines, ið var á veg úr Kuala Lumpur til Beijing, hevur, síðan tað hvarv, verið ein gáta fyri myndugleikarnar, ið hava leitað eftir flogfarinum. Nú er ein 20 ára gamal lesandi í USA komin við einum boði uppá, hvat er hent við Boeing 777 flogfarinum, ið myndugleikarnir eisini halda, kann vera sannlíkt. Andrew Aude, ið lesur til verkfrøðing, hevur, sum so mong onnur, undrast á, hvat er hent flogfarinum, síðan tað hvarv seinasta fríggjadag. Hansara teori er, at flogfarið hevði rivur í skrokkinum. Tað fekk flogfarið at tømast fyri luft, ið síðan gjørdi at fólkini umborð á flogfarinum spakuliga fullu í óvit. Um teoriin hjá 20 ára gamla Andrew Aude er sonn, kundi Malaysia Airlines flogfarið ótarnað flúgva í fleiri tímar á autopilotinum, til brennievnið í tangunum varð uppi. Hetta kann somuleiðis vera frágreiðingin uppá, hví eingi tekin eru at hóma eftir flogfarinum, hóast leitað hevur verið eftir tí eina viku, uttan at úrslit er spurst burturúr. Andrew Aude heldur, at flogfarið fleyg í samfullar fýra tímar á autopilotinum. Tískil kann flogfarið vera dottið niður nógva aðrastaðni, enn har leitað hevur verið í eina viku. Sambært útrokningunum hjá Andrew Aude, er ikki ósannlíkt, at MH370 hjá Malaysia Airlines datt niður í Indiska havið, sum myndugleikarnir í USA eisini stuðla honum í. Tað, sum skuldi vera ein fyrireikandi fundur um sínámillum fiskirættindi, endaði við einari avtala millum Føroyar og ES. Avtalan hevur við sær, at sleppa føroyingar at fiska 45.000 tons av makrelkvotuni í ES sjógvi. Avtalan hevur stóran týdning, tí eftir 1. apríl kunnu føroyingar fiska makrel alt árið, og tað fer at økja nógv um virði á fiskinum, sigur Jacob Vestergaard er landsstýrismaður í fiskivinnumálum Lýri er ein fiskur ið líkist upsa, men hann er ljósari á liti. Í yvirlitstrolingunum, sum Havstovan gjørdi í vár, fekk føroyska rannsóknarskipið Magnus Heinason nógvan lýra norðanfyri. Tann heiti sjógvurin er møguliga orsøkin til, at lýrur trívist betur í føroyskum sjógvi. Fyribilsúrslitini vísa, at tað sama var at fáa av toski, eins og í fjør. Toskurin er væl fyri, tó at lítið av nebbasild var í magunum. Húsarannsóknin fyrr í vikuni er sum skilst ein liður í málinum um, at árligu stuðulsjáttan hjá grunninum íkki var rætt umsitin í tíðarskeiðnum 2004 til 2009. Regin Dalsgaard nevndarformaður í Vinnuframagrunninum váttar, at húsarannsóknin er farin fram. Hann er eisini avhoyrdur í hesum sambandi. Fyrrverandi nevndarlimur í grunninum eitt stutt skifti í 2009, Suni á Dalbø meldaði í fjør Kaj Leo Holm Johannesen og Johan Dahl fyri, sambært honum, at vita at alt ikki var farið rætt fram í Vinnuframagrunninum, men einki at gera. Húsarannsóknin fyrr í vikuni er sum skilst ein liður í hesum. Men ógreitt er enn, um tað er løgmaður og landsstýrismaðurin við vinnumálum, sum eru undir illgruna ella um tað er fyrrverandi stjórin og nevnd í grunninum. Suni á Dalbø er eisini avhoyrdur av bakmanspolitinum í hesum sambandi. Tað er ikki eydnast okkum enn at fáa váttað, um onnur fólk við tilknýti til grunnin, eru avhoyrd í hesum sambandi. Nevndin í Vinnuframagrunninum var skift út í 2009, og stutt eftir var fráfaringaravtala gjørd við táverandi stjóran í grunninum, Ólavur Arge. Hetta var gjørt í sambandi við at tað kom fram, at ein partur av árligu stuðulsjáttanini hjá grunninum fór til fyritøkur, har somu persónar gingu aftur. 82 listaverk og 82 persónligar søgur soleiðis lýsir Norðurlandahúsið framsýningina Mítt yndislistaverk, sum letur upp seinnapartin í dag. Fyri fyrstu ferð byggir ein framsýning á listaverk, sum fólk hava lænt húsinum. Vit tosaðu við Sif Gunnarsdóttir stjóra í morgun Aftur í ár verður Sjónleikarhúsið í Havn karmur um Vítt til Veggja stevnuna, ið varpar ljós á teir alternativu og holistisku viðgerðarhættir, ið eisini finnast til heilsubót. Kvinna kærir sína neyð, tí maðurin vil ikki ferðast saman við henni. Hann vil hava fleiri vinir við, tá tey antin fara á G ella út í heim. Kvinna skrivar um vinkonuna, sum av og á ikki sær fólk hetta fær fleiri av hennara vinum, at kenna seg illa. Men hví ger vinkonan hetta Suni á Dalbø, nevndarlimur í Vinnuframagrunninum VFG í 2009, meldaði í fjør Kaj Leo Holm Johannesen og Johan Dahl til fyri, sambært honum at vita at alt ikki var farið rætt fram í Vinnuframagrunninum í tíðarskeiðnum 2004 2009, men einki at gera. H eini Gaard skrivað i í 2009 fleiri greinar um málið fyri Dimmalætting og gjørdi niðanfyristandandi yvirlit ið lýsir støðuna tá. Suni á Dalbø, nevndarlimur í Vinnuframagrunninum VFG í 2009, meldaði í fjør Kaj Leo Holm Johannesen og Johan Dahl til fyri, sambært honum, at vita, at alt ikki var farið rætt fram í Vinnuframagrunninum í tíðarskeiðnum 2004 2009, men einki at gera. SØK, betri kent sum bakmanspolitiið gjørdi fyrr í vikuni eina húsarannsók hjá fyrrverandi Vinnuframagrunninum. Men ógreitt er enn, um tað er løgmaður og landsstýrismaðurin við vinnumálum, sum eru undir illgruna ella um tað er fyrrverandi stjórin og nevndin í grunninum. H eini Gaard skrivað i í 2009 fleiri greinar um málið fyri Dimmalætting. Í greinunum var útgreina , hvussu ein partur av árligu stuðulsjáttanini hjá Vinnuframagrunninum fór til fyritøkur, har somu persónar gingu aftur. Arbeiðsbólkurin, ið varð mannaður við starvsfólkum í Almannamálaráðnum, Hagstovuni, Fróðskaparsetrinum og Almannaverkinum, handaði í morgun landsstýriskvinnuni nýtt álit. Ert tú støk ella stakur eigur tú at hava í minsta lagi 9.796 krónur at liva fyri hvønn mánað. Hevur tú fýra børn, skalt tú helst hava í minsta lagi 26.585 krónur eftir hvønn mánað. Løgtingið setti í 2011 ein arbeiðsbólk at útgreina, hvat húsarhald í Føroyum eiga at hava av peningi at liva fyri hvønn mánað fyri at kunna hava sámilig livikor. Yvirlit Fátækramark í Føroyum 2014 Um mánaðin Um árið Støk 9.796 117.548 Par uttan barn 14.770 177.235 Støk við einum barni 12.800 153.604 Støk við tveimum børnum 15.754 189.051 Par við tveimum børnum 20.677 248.129 Par við fýra børnum 26.585 319.023 Tað eru serliga stakir uppihaldarar, ið fylla nógv í bólkinum av føroyingum, sum eru í fátækravanda, er ein av niðurstøðunum hjá arbeiðsbólkinum. Sambært frágreiðingini liva 1555 føroyingar undir fátækramarkinum. Í talinum eru 630 fólkapensjónistar, sum ikki rættiliga telja við kortini, sigur arbeiðsbólkurin. Markið fyri, at fólk liva undir fátækramarkinum, er, at lønarinntøka teirra er minni enn 60 av miðalinntøkuni hjá øllum løntum føroyingum, sambært tølum hjá Hagstovuni. Statsadvokaten for Særlig Økonomisk og International Kriminalitet, stytt SØK, kannar, um alt fór rætt fram í Vinnuframagrunninum árini 2004 til 2009. Fyri at leggja hald á skjøl og teldur, skal ein grundaður illgruni til og Føroya rættur skal geva loyvi, og tað hevur rætturin gjørt. Hildur Hentze varapolitikommiserur váttar, at fólk eru avhoyrd, men hon vil ikki siga hvør. Nevndarformaðurin í Vinuframa síðani 2009, Regin Dalsgaard, váttaði tó í morgum, at hann er avhoyrdur. Bólturin fór á rull, tá Suni á Dalbø, nevndarlimur í Vinnuframagrunninum í 2009, í fjør meldaði málið til SØK, eftir at hava roynt at rópa varskó hjá politiska myndugleikanum. Nú klokkan 12 byrjaði fyrsta Føroyameistaraheitið í garnatálg í matstovuni Áarstovu í Havn, og tað er ikki fyri sartar sálir. Teir 11 limirnir í dómsnevndini skulu smakka ikki færri enn 30 ymiskar garnatálgar, áðrenn tey finna ein vinnara. Í dómsnevndini sita millum onnur Leif Sørensen, kokkur, Pál Weihe, yvirlækni og formaður í Fólkaheilsuráðnum, og Óluvu Skaale, kókikona. Mortan í Hamrabyrgi er stigtakari til hetta fyrst FM í garnatálg, og hann ásannar, at tað evur verið ein avbjóðing at finna ein hóskandi máta at smakka seg fram til bestu garnatálgina. Mortan í Hamrabyrgi ásannar eisini, at tað eisini liggur ein matpolitiskt ætlan aftanfyri hetta fyrsta FM í garnatálg. Myndirnar niðanfyri vísa nøkur av teimum 21 sløgunum av garnatálgi, sum teir 11 limirnir í dómsnevndini skulu smakka. Í dómsnevndini sita millum onnur Leif Sørensen, kokkur, Pál Weihe, yvirlækni og formaður í Fólkaheilsuráðnum, og Óluvu Skaale, kókikona. So kom tað endiliga, nógv eftirlýsta og ikki minni umrødda fátækramarkið í Føroyum. Ein arbeiðsbólkur varð settur at leita eftir fátækramarkinum. Hann hevur funnið tað, skriva álit um tað og í dag fekk Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, álitið. Og fastsett er, at tey, sum í trý ár á rað hava minni inntøku enn 60 prosent av miðinntøkuni í Føroyum, eru fátæk. Og tey eru 1555 í Føroyum, men tað er bruttotalið. Í talinum eru 630 fólkapensjónistar, sum ikki rættiliga telja við kortini. Men hvat er so 60 prosent av miðinntøkuni Hjá støkum er tað 9.796 krónur netto um mánaðin, og hægsta fátækramarkið er 26.585 krónur fyri pør sum hava fýra børn. Ringast fyri eru, ikki óvæntað, stakir uppihaldarar, og nøkur fólk á arbeiðsmarknaðinum, ti føroyingar eiga heimsmet í at arbeiða niðursetta tíð, sigur Heri Petersen, fulltrúi í Almannamálaráðnum. Veit ikki, hvat fátækramarkið skal nýtast til Hóast arbeiðsbólkurin hevur nýtt langa tíð um at áseta fátækramarkið. Men hvat fátækramarkið, nú tað er ásett, skal brúkast til, veit Annika Olsen ikki, tað segði hon við útvarpið á døgurða í dag. 21 sløg av garnatálg vóru á borðinum í Áarstovu í Havn á middegi í gjár, tá ellivu fólk sessaðust at døma um, hvør hevur uppiborðið at gerast Føroyameistari í garnatálg. Í dag snýr Kringlan seg um fuglar. William Simonsen sigur frá, hann er lívføðingur og arbeiðir á náttúrgripasavninum. 4. flokkur í skúlanum á Argjahamri hevur arbeitt við fuglum. Tey greiða frá, siga frá søgum og yrkingum. Sendingin var gjørd í 2012. Sambært teimum sum hava tippað er dysturin millum ÍF og KÍ púra opin. 32 prosent vænta ÍF sigur, 37 prosent vænta javnleik, og 31 prosent vænta, at KÍ vinnur dystin. Um tú ikki hevur givið títt boð enn, kannst tú tippa her . Ein vinnari, sum fær allar fimm dystirnar rættar, vinnur tvær landsliðsblusur. Fyri tveimum árum síðani varð gamla Betesda rivið niður, og síðani tá hevur samkoman hildið til í fyribilshølum á Klaksvíksvegi í Klaksvík. Nevndin varð skift í 2009 og stjórin uppsagdur stutt eftir, at tað alment kom fram, at eitt slag av stuðulskarussel, er at somu persónar ganga aftur í somu málum, hevði virkað í grunninum hesi árini. Men eingin varð meldaður. Nevndarformaðurin í Vinnuframa, Regin Dalsgaard, váttar, at hann er avhoyrdur í málinum. Regin Dalsgaard sigur, at undir avhoyringini, sum hann sjálvur tók stig til, vísti hann á, at alt ikki fór rætt fram fyri 2009, tá hann tók við sum nevndarformaður. Clairvoyansa, reiki healing og psykoterapi er nakað av tí, sum Sjónleikarhúsið í Havn er karmur um hetta vikuskiftið. Liljan Weihe var í Sjónleikarhúsinum í gjár í einari roynd at leggja av at royka Fólk hava sent eitt yndislistaverk, sum tey eiga, inn til framsýningina saman við søguni um listaverkið. Og søgurnar um listaverkini eru nógvar. Frá føðingardagsgávuni frá einari 12 ára gamlari gentu til eina vinkonu, og til ein málning úr Klaksvík í stovuni hjá einum havnarmanni. Hesa vikuna og í seinastu viku skriva børn í 6. og 7.flokki morgunlestrar. Tey lesa sjálvi. Í dag lesa og skriva Rebekka Egilstoft Hentze og Árant á Mýrini í 6.flokki í skúlanum á Giljanesi Rentukríggið millum peningastovnarnar er ikki gagnligt fyri samfelagið sum frá líður. Tað elvir til ótryggleika heldur enn javnvág og tryggleika. Tað heldur Suðuroyar Sparikassi, sum hevur merkt sviðan av rentukrígnum, sum kom í kjalarvørrinum á fíggjarkreppuni. Kreppan tykist vera hasað av, men so kom rentukríggið í staðin fyri. Inntøkurnar hjá Suðuroyar Sparikassa, minsta peningastovninum í Føroyum, vóru 41 prosent minni í fjør enn í 2012. Høvuðsorsøkin er rentustríðið og serligar útreiðslur av tillagingum í starvsfólkakostnaðum í desember, sigur leiðslan í Sparikassanum. Netto rentuinntøkan minkaði fimm prosent í fjør. Men kortini hevði Suðuroyar Sparikassi stóra framgongd í 2013. Yvirskotið fyri skatt var beint oman fyri tvær milliónir krónur, sum eru 767 prosent meira enn í 2012. Orsøkin er fyrst og fremst nógv minni niðurskrivingar í fjør. Solvensurin er 15,3 prosent. Hann hækkaði 0,4 prosentstig í fjør. Suðuroyar Sparikassi hevur aðalfund 31.mars. Vit hava ikki ráð til fleiri ellisheim. Tað segði løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, beint fyri døgurða á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum Rentukríggið millum peningastovnarnar er ikki gagnligt fyri samfelagið sum frá líður. Tað elvir til ótryggleika heldur enn javnvág og tryggleika. Høvuðsorsøkin er rentustríðið og serligar útreiðslur av tillagingum í starvsfólkakostnaðum í desember, sigur leiðslan í Sparikassanum í ársfrágreiðingini. Bárður hevur drúgvar royndir, bæði leikari og venjari. Í Danmark hevur hann vant danska U19 landsliðið og hann hevur eisini verið hjálparvenjari hjá Marienlyst í bestu deildini. Atlantsflog skal vera 100 prosent alment flogfelag og tað var ein feilur at selja ein triðing av flogfelagnum. Tað segði Johan Dahl, landsstýrismaður við vinnumálum fyri Sambandsflokkin á landsfundi floksins seinnapartin. hann vardi avgerðina at keypa privatu eigararnar út úr felagnum aftur, á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum. Løgtingið samtykti og tók harvið undir við ætlanini hjá landsstýrismanninum seint á kvøldi 12. februar at P F Atlantsflog kundi keypa triðingin av partapeninginum aftur, sum var einskildur í november 2007. Vit hoyra 10. og seinasta part av bókini Bjørnin Alfred og hundurin Sámuel fara úr pappeskjuni. Bjørnin Alfred og hundurin Sámuel vakna ein morgun á loftinum og eru burturgloymdir í einari pappeskju. Har liggja teir saman við øðrum kloddutum toydýrum. Spakuliga fara teir at minnast eitt sindur av tí, sum hendi Fyrr í Tíðini, tá ið Óla Martin tók teir við sær í song, og ein, sum æt Gerhardsen, var fittur við øll smádýr. Nú vilja teir út í verðina at leita eftir Óla Martini og kanska Gerhardsen Á ferðini verða teir vísir í einum Aftur í pappeskjuna skulu teir ikki BYRTA og Týr vunnu hvør sínar tríggjar FMA heiðurslønir. Týr vann fyri Ársins bólkur , Ársins fløga og Ársins húsi í bólkinum Rock Málm, Jazz, Blues og Folk fyri teirra útgávun Valkyrja . BYRTA var tilnevnt í Popp bólkinum og vann heiðurin Ársins fløgu og Ársins bólkur . Harumframt vann BYRTA heiðurin sum Ársins nýggi bólkur . FMA handanin borðreiddi við tveimum yvirraskilsum. Kvartettin í Betesda vann heiðurin sum Ársins bólkur í tí sonevndan Opna bólkinum . Og blaðunga stjørnuskotið av Innan Glyvur, Døgg Nónsgjógv, átti ársins besta poppsang, tá hon varð heiðrað FMA heiðurslønini fyri at hava skrivað ársins sang í Popp bólkinum fyri sangin Tú tók mína hond . 21 FMA heiðurslønir vórðu latnar í kvøld. Eitt nú kunnu nevnast, at Simme varð heiðraður við serliga tónleikaheiðurslønini, Baroli Music fingu heiðurin sum ársins framleiðarar og HOYMA tónleikatiltakið hjá G festivalinum vann heiðurin sum Ársins átak . Nevndin skjýtur upp, at nevndarlimirnir í Bakkafrosti fáa 180.000 krónur um árið, at næstformaðurin fær 225.000 krónur, og formaðurin 360.000 krónur um árið. Bakkafrost hevði eitt framúr gott ár í fjør, og ongantíð fyrr hevur nøkur føroysk fyritøka kunnað víst á so gott úrslit. Úrslitið var 727 milliónir krónur fyri skatt, og 589 milliónir krónur eftir skatt. Tað er lagnudagur hjá teimum, sum búgva á Krim hálvoynni, í dag, tí fólkaatkvøða skal gera av, um hálvoyggin skal verða verandi ukrainsk, ella fara undir russiskt vald. Eygleiðarar siga, alt bendir á, at russar, sum eru í meiriluta á Krim, fara at atkvøða fyri at leggja hálvoynna undir Russland. Hinvegin fara ukrainar ikki á val. Nógvir ukrainar eru longu rýmdir av Krim, tí teir stúra fyri tilveruni, verður hálvoyggin løgd undir Russland. Ukrainskir embætismenn siga, at fleiri enn 20.000 russiskar deildir eru nú á Krim. Russar tóku valdið á oynni, eftir at Viktor Janukovitj, forseti, varð koyrdur frá í síðsta mánaði. 135 eygleiðarar úr 23 londum hava eftirlit við valinum, men felagsskapurin fyri trygd og samstarvi í Evropa, OSCE, er ikki við, tí felagsskapurin sigur, at fólkaatkvøðan stríðir ímóti ukrainskari lóg. Heldur eingi vestanlond hava sent eygleiðarar at fylgja við valinum. Tað segði Johan Dahl, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum í gjár. Hann segði, at tað verða harðar samráðingar í samgonguni og eisini við andstøðuna at býta køkuna av nýggjum, tí umhvørvið í fiskvinnuni er so nógv broytt. Johan Dahl segði eisini, at tilfeingisgjøldini eru komin fyri at vera. Kaj Leo Holm Johannesen, formaður í Sambandsflokkinum, segði í røðu síni á landsfundinum, at Sambandsflokkurin góðtekur ikki rullandi fiskiloyvi og óavmarkaðan ognar og ræðisrætt í fiskivinnuni. Sambandsflokkurin góðtekur heldur ikki, at bankarnir fáa veð í veiðiloyvum, tí tað er tað sama sum at geva bankunum ognar og ræðisrættin. Fiskiríkidømið er ogn Føroya fólks, men ein brúksrættur kann verða latin í ávíst tíðarskeið, so vinnan hevur tryggar karmar til íløgur og rakstur eitt áramál inn í framtíðina, segði Kaj Leo Holm Johannesen Húskið hjá Óla Dahl flutti í 1953 av Viðareiði til Klaksvíkar, tá Óli fekk fast starv í Klaksvík. Har fingu tey innivist í eini íbúð omaná einum neysti við Biskupsstøðbrúnna. Árið eftir bygdu foreldur Árna uppi á Heygum. Smádreingirnir spældu við vánna og uppi á Borðoyavík og lærdu seg at svimja úti í Grøv. Grønu skótarnir hildu til í KFUM og vóru mangan túrin á legu. Læknastríðið var byrjað, og spenningurin var stórur, ikki minst tá bumban brast úti í Klaksvík og Rolf Krake fór at lýsa bæði ovarlaga og niðarlaga um bygdina. Hann segði, at hallið á fíggjarlógini seinastu árini hevur havt við sær, at almenna bruttoskuldin nú er umleið seks milliardir krónur Tá rentan, sum hevur verið metlág, fer aftur at hækka, fer at sansa at í landskassanum, segði Edmund Joensen. Fólkatingsmaðurin hjá Sambandsflokkinum eftirlýsti nýskipanir, sum skulu tálma útreiðslunum á fíggjarlógini, og hann spurdi, hvar meirinntøkurnar, sm skuldu fáa bilbukt við hallinum eru. Øll síggja, at nógv, ið kann verða gjørt frá landsstýrisins síðu, verður ikki gjørt. Tey, sum stýra í hesum døgum, hava eina tunga ábyrgd á sínum herðum, segði Edmund Joensen, fólkatingsmaður, í røðu síni á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum. Tilboð eru komin frá skipasmiðjuni Mest í Havn, Klaksvíkar Sleipistøð og Careonsea í Hvalvík, sum tó bert bjóðar upp á arbeiðið at skifta báðar høvuðsmotorarnar. Hálv fjórða millión krónur er tøk til arbeiðið, og tilboðini liggja øll har á leið, sigur Conrad Gaard Joensen, rakstrarleiðari á Strandferðsluni, við Sandportal.fo Umframt at skifta motorarnar, fevnir útbjóðingin um at sandblása og mála bátin umframt ymsar ábøtur, sum Skipasýnið hevur kravt. M.a. viðvíkjandi bjargingarútgerð og ymsum øðrum ferðafólkaviðurskiftum. Conrad Gaard Joensen sigur, at ætlanin er at tosa við allar tríggjar tilboðsgevararnar, áðrenn støða verður tikin til, hvør skal fáa arbeiðið. Væntandi verður avgerð tikin seinnapartin í hesi vikuni. Miðað verður framvegis eftir at seta nýggja Sildberan í sigling umleið 1. mai. Hann heldur, at uppskotið er ov illa umhugsað, og vísir á, at støða er ikki tikin til, hvussu grunnurin skal gerast upp, ella hvørja støðu hann skal hava mótvegis tí almenna í framtíðini Kjartan Mohr, landsapotekari, mælir til í einum hoyringarskrivi til, at ein nevnd eigur at verða sett at viðgera spurningin um apoteksverkið sum heild, eisini apoteksgrunnin. Og tí eigur lógaruppskotið at verða lagt til viks. Karsten Hansen sigur í viðmerkingunum til uppskotið, at tá Apoteksverkið gjørdist almennur stovnur í 1949, datt endamálið við grunninum burtur. Og síðani 1999 hevur Apoteksverkið verið á fíggjarlógini við bæði rakstrar og íløgujáttan, og einki hevur verið bókað á rakstrinum hjá grunninum síðani 2001. Tó skyldar landskassin Apoteksgrunninum 6,7 milliónir krónur, og verður lógaruppskotið samtykt, má støða takast til, hvussu hesi viðurskifti skulu greiðast. Fíggjarmálaráðið tekur undir við uppskotinum og vísir á, at ráðið hevur mælt til lógarbroytingina, síðani apoteksverkið gjørdist landsfyritøka á fíggjarlógini. Uppskotið um at taka Apoteksgrunnin av hevur fingið fyrstu viðgerð í tinginum, og er farið í fíggjarnevndina. Trý orð vóru í yvirskriftini til grækarismessurøðuna, sum Niels Arge Galán helt á Vaglinum í Havn seinnapartin Grenj, arbeiði og veður. Røðarin er við í einum brandi undir heitinum Vit velja Føroyar, har dentur verður lagdur á at broyta neiliga orðaskiftið um Føroyar til at verða jaligt. Fíggjarnevndin skal viðgera uppskotið frá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, um at játta kommununum í Vágum 31,5 milliónir krónur í láni at umvæla ellis og røktarheimið á Sýnini í Miðvági. Treytin fyri lánið er millum annað, at sjálvsognarstovnurin fyri heimið verður tikin av, og at kommunurnar yvirtaka ognina. Sambært uppskotinum verða sjey milliónir goldnar í ár, 12 milliónir næsta ár, og seinasti parturin av láninum verður goldin í 2016. Ellis og røktarheimið í Miðvági er í ringum standi, og átrokandi umvælingar eru gjørdar. Ein støðulýsing frá 2012 vísir, at neyðugt er við umvælingum og dagføringum fyri 31 milliónir krónur Lánsupphæddin verður helvt um helvt studningslán og rentufrítt lán. Studningslánið er bæði rentu og avdráttarfrítt, og skal bert gjaldast aftur, um ognin verður seld ella brúkt til annað enn ellis og røktarheim. Men rentufríi parturin av láninum skal gjaldast aftur eftir 13 árum. Ein arbeiðsbólkur varð settur at koma við uppskoti um, hvussu lønar og eftirlønarviðurskifti hjá løgmanni og landsstýrisfólkum skulu vera, og Kaj Leo Holm Johannesen legði tilmælið frá arbeiðsbólkinum fyri tingið óbroytt. Og tingið eigur heldur ikki at broyta tað, heldur løgmaður. Ætlanin var at beina málið í fíggjarnevndina, men eitt uppskot er eisini um at beina tað í eina serstaka grein 25 nevnd, so allir flokkar í tinginum fáa høvi at viðgera málið. Atkvøtt verður um tað á tingfundinum týsdagin. Verður samtykt at beina málið um lønarviðurskiftini hjá løgmanni og landsstýrisfólkum í grein 25 nevnd, verður hon eisini vald á hesum fundinum. Kristianna Winther Poulsen vísir á, at í 2012 rindaði Føroya Tele landsstýrinum, sum eigur Føroya Tele, 30 milliónir krónur í vinningsbýti. Hon spyr, um talan ikki er um ein eykaskatt, heldur enn ein nátúrligan kostnað fyri tænastur til privat, almennar stovnar og vinnulívið. Kristianna Winther Poulsen spyr eisini Johan Dahl, um hann ætlar at loysa telenetið frá samskiftistænastunum, sum Føroya Tele veitir, til tess at skapa fortreytir fyri kapping og lægri prísum. Poul Michelsen, formaður í Framsókn, vil nú hava at vita frá Johan Dahl, landsstýrismanni, hvat hann ætlar at gera við frágreiðingina, sum er gjørd um føroyska loftferðsluøkið. Frágreiðingin er úrslit av, at løgtingið í 2012 samtykti eitt uppskot frá Framsókn, um at landsstýrið skuldi arbeiða við møguleikanum at yvirtaka loftrúmið. Poul Michelsen sigur, at hóast frágreiðingin er varislig í spurninginum um at yvirtaka málsøkið, eigur at verða arbeitt víðari við málinum. Tí hevur tað stóran týdning at fáa vita frá landsstýrismanninum, um hann ætlar at arbeiða víðari við málinum, hvussu hann ætlar at leggja arbeiðið til rættis, og hvørja tíðarætlan hann hevur, sigur Poul Michelsen. Sambært donsku føroysku frágreiðingini forðar einki fyri, at Føroyar kunnu yvirtaka málsøkið, men vit noyðast at yvirtaka tað, alt sum tað er. Inntøkurnar av loftrúminum verða mettar til 240 250 milliónir krónur, og eini 15 nýggj arbeiðspláss kunnu spyrjast burturúr. Komandi umfar byrjar fríggjakvøldið tá AB og B36 spæla á Argjum. Tippi kappingin er farin í gongd, so tit eru vælkomin at geva tykkara boð uppá 2.umfar. Tá helvtin av øllum atkvøðunum vóru taldar upp, høvdu 95,5 prosent valt loysingina. Hálvoyggin fer nú at søkja um at blíva upptikin sum partur av Russlandi. Altjóða samfelagið fer ikki at góðtaka eitt valúrslit, frá einum vali, sum verður hildið í skugganum av hóttanum frá russiska herinum, og við eina hernaðarligari innrás, sum er í stríð við altjóða lóggávu, segði talsfólki. Bæði ES og USA hava hótt við tiltøkum, og væntandi verða tiltøkini viðgjørd bæði í Brússel og í Washington í dag og í morgin og møguliga sett í verk fyrsta dagin. Grønlendingar eru ónøgdir við makrelavtaluna millum ES, Norra og Føroyar og vilja hava donsku stjórnina at blanda seg og broyta partar av avtaluni, sum eru gjørdir fyri at forða grønlendingum at fiska makrel. Sambært Henrik Leth er ein partur av makrelsemjuni, at Føroyar, Norra og ES ikki mugu lova skipum at fiska grønlendsku eginkvotuna av makreli. Tað er eingin ivi um, at avtalan millum Føroyar, Norra og ES er beinleiðis skaðilig fyri grønlendsk áhugamál í fiskivinnnuni, heldur Henrik Leth. Avtalan má síggjast sum ein avtala, hvørs endamál burtursæð frá sjálvum býtinum er at forða fyri, at grønlendingar fáa somu møguleikar sum onnur, sigur hann. Grønlendska arbeiðsgevarafelagið heitir nú á heimastýrið um at mótmæla bæði í Brússel og á Christiansborg, og at heimastýrið fær donsku stjórnina at strika burtur tær ásetingar í makrelavtaluni, sum eru beinleiðis rættaðar móti Grønlandi. Nú sólarmyrkingin nærkast, eru fólk við serligum áhuga fyri hesum fyribrigdinum komin til landið fyri at kanna umstøðurnar her. Samstundis verður eitt stórt arbeiði gjørt fyri at samskipa henda stóra dagin 20.marts í 2015, tá landið fer at liggja í myrkri í tveir minuttir og 47 sekund. Í útvarpsstovuni í morgun vóru Kate Russo, doktari í sálarfrøði, og Geoff Sims, myndamaður, sum eru sera hugtikin av sólarmyrkingum, og Tórstein Christiansen, sum samskipar hendan stóra dagin fyri ferðavinnuna í Føroyum. Spurningurn ljóðar Tá eg lati Internet Eksplorer upp, koma nakrar keðiligar reklamir á síðuna. Niðast og í høgra bredda. Eg verið biðin at keypa bæði líkt og ólíkt, tilboð uppá renniskógvar, fototól og hvat veit eg. Eg royni at trýsta á krossin fyri at sløkkja reklamukassan, men eionki nyttar. Alt fyri eitt er ein nýggj reklama frammi. Tað hevur ikki verið so, men nú sleppi eg ikki undan hesum. Hvat er hetta fyri nakað, og hvussu sleppi eg av við hetta Er tað eg, sum havi trýst á okkurt eg ikki skuldi havt trýst á Bergur Enghamar svarar spurninginum í Morgunsendingini Hetta hendir, eftir at malaysiski verju og ferðslumálaráðharrin váttaði, at flogskipararnir skulu hava sagt orðini all right, good night , eftir at signalskipanin longu var slókt, skrivar AFP. Skipanin, talan er um, er tann sokallaða Aircraft Communications Addressing and Reporting System ACARS , sum gevur boð um, hvar flogfarið er í mun til jørðina. Myndugleikarnir halda, at flogskipararnir umborð á MH370 hjá Malaysia Airlines hava vitað, at skipanin var slókt, tá teir fyri seinastu ferð høvdu radiosamband. Morgunsendingin tosar við læknan umframt Kristinu Eidesgaard og Katy vid Skpá, farmakonomar. Jerk W. Langer hevur fyrilestur í Norðurlandahúsinum í kvøld, mánakvøldið, klokkan 19.30. Kanningin vísir, at 930.000 núlivandi bretar eru beinleiðis eftirkomarar hjá víkingum. Tað sæst í mynstrinum í einum y kromosomi, ið so at siga ikki finst uttanfyri Skandinavia annars, men er funnið hjá áðurnevndu bretum. Tað eru lutfalsliga flestir eftirkomarar at finna á Hetlandi, har kanningar vísa, at nærum triðingurin eru berarar av víkingakromosominum. Tað skrivar Kristeligt Dagblad í dag. Eisini á Orknoyggjum og norðanfyri í Skotlandi eru lutfalsliga nógvir eftirkomarar at finna. Tað eru einans menn, sum bera víkingablóðið í sær. Tað arvast frá faðir til son. Víkingar rændu ikki einans bretsku oyggjarnar fyri 1000 árum síðani. Nógvar búsetingar eru eisini at finna, sum vísa, at víkingar eisini búsettu seg á bretsku oyggjunum, eins og teir gjørdu her heima. Tað er granskarar á Lærda háskúlanum í Edinburgh og á fyritøkuni Britains DNA, sum hava gjørt kanningarnar. Hugt var serliga eftir nøkrum kromosomvariantunum, sum eru teir somu sum finnast í Føroyum og í Íslandi og Norra, men ikki í Danmark. Tvey koma frá landsstýrismanninum í Vinnumálum, og eitt frá Tjóðveldi. Uppskotini frá landsstýrinum snúgva seg um at gera broytingar í galdandi kolvetnislóggávu. Í tí eina førinum er talan um at seta oljufeløgum krav um at hava fast umboð í Føroyum, og í hinum førinum snýr tað seg um at brúka førleikapengar til marknaðarføring av landgrunninum. Hesi koma fyri tingið týsdagin. Uppskotið hjá Tjóðveldi snýr seg um at endurskoða kolvetniskattalógina og kemur fyri tingið hósdagin. Vit skulu nógv ár aftur í tíðina til, at løgtingið umrøddi spurningar, sum hava tilknýti til oljuleiting og annað í hesum sambandi á føroyska landgrunninum, skrivar oljan.fo . Miðnámsskúlarnir hava onga føroyska lærubók í søgu og samfelagsfrøði, tað er als ikki nøktandi, heldur Herleif Hammer, skúlastjóri í Studentaskúlanum í Hoydølum. Hann vísir á, at føroyskar lærubøkur á miðnámsskúlastigi mangla í øllum fakum, men serliga í fakum, sum eru um føroysk viðurskifti. Tórður Johannesarson, sum hevur gjørt kanningina, heldur, at øll líka frá politisku mynduleikunum til hvønn einstakan lærara mugu bera so í bandi at fáa gjørt nýtt undirvísingartilfar á føroyskum. Stóru samgonguflokkarnir eru ikki samdir um, hvussu køkan skal býtast og hvør skal hava stórt stykki og hvør skal hava lítið stykki av køkuni í samráðingunum um fiskivinnunýskipan. Løgmaður, Kaj Leo Johannesen, segði í formansfrágreiðingini hjá sær um vikuskiftið, at flokkurin var fortalari fyri at skipa fiskivinnuna eftir marknaðartreytum og uttan rakstrarstuðul, at tilfeingisgjald verður lagt á makrelveiðuna og sildaveiðuna. Jákup Mikkelsen og flokkur hansara eru ikki fortalarar fyri at lata marknaðartreytirnar ráða sjálvar. Frí kapping um tilfeingi makrel í hesum føri førir ikki nakað gott við sær, sambært Jákupi Mikkelsen. Tjúgu tónlistavirðislønir vórðu handaðar, og trettan livandi tónleikaframførslur vóru á skránni, tá KvF, Rás 2 og NLH í felag skipaðu fyri Føroysku Tónlistavirðisløninum, ella Faroe Music Awards, sum er altjóða heiti á tiltakinum. Løgtingsins umboðsmaður hevur í dag sent Tórshavnar Býráð rykkjara fyri at fáa eina frágreiðing um tað er rætt, at ein fyrrverandi býráðslimur skal hava fingið eitt tilboð frá borgarstjóranum um at rinda pening aftur í sambandi fíggjaróskil á einum frítíðarskúla. Løgtingsins umboðsmaður, Sólja í Ólavsstovu, staðfestir, at hóast farið er meira enn eina viku út yvir svarfreistina, so er eingin frágreiðing enn komin frá Tórshavnar Kommunu. Áheitanina, at kanna málið um fíggjarligt óskil í einum frítíðarskúla í Tórshavnar kommunu, fekk Løgtingsins umboðsmaður frá Norðlýsinum. Norðlýsið fekk eitt dulnevnt bræv, har leiðslan í Tórshavnar Býráð verður løgd undir at hava bjóðað fyrrverandi býráðslimi hjá Javnaðarflokkinum møguleika at rinda pening aftur í samband við mál um fíggjaróskil á frítíðarskúlanum, har hesin var leiðari. Kommunan noktaði at geva innlit og viðmerkja málið, vísandi til, at málið var meldað til løgregluna. Norðlýsið kærdi til kommunala eftirlitið, ið staðfesti, at kommunan hevði heimild til at nokta innlit í málið. Men Norðlýsið avgjørdi síðan at kæra niðurstøðuna til løgtingsins umboðsmann við teirri grundgeving, at blaðið vildi ikki hava innlit í málið um fíggjaróskil, sum er latið løgregluni, men bara í tann partin, sum hevði við eitt møguligt tilboð frá býráðsleiðsluni til býráðslimin at gera. Umboðsmaðurin hevur gjørt av at kanna hetta málið nærri. Klaga tygara er í dag 14 2 send Tórshavnar Kommunu til ummælis við einari freist áljóðandi 3 vikur Men hóast ein vika er farin, síðan Tórshavnar Kommuna fekk freist at svara, staðfestir umboðsmaðurin í morgun, at hon nú er noydd at rykkja borgarstjóran eftir svari, skrivar Norðlýsið . Klokkan var 6 25 í morgun, tá ein jarðskjálvti, ið mátaði 4,4 á Richter stiganum, rakti Los Angeles. Miðdepilin fyri jarðskjálvtan var í Sherman Oaks, skamt frá miðbýnum í Los Angeles. Júst tá var eisini beinleiðis tíðindasending á skránni hjá sjónvarpsstøðini KTLA5 , ið loypti hvøkk á teir báðar sjónvarpsvertirnar í sjónvarpsstovuni og sendi teir undir borðið. Eingin fekk stórvegis skaða, tá jarðskjálvtin rakti Los Angeles tíðliga í morgun, lokala tíð. Heldur ikki er boðað frá stórvegis materiellum skaðum, skrivar Los Angeles Times . Ein treyt er, at tú hevur í minsta lagi 18 mánaðar siglingartíð við ski um yvir 20 bruttotons. Men tað er serliga siglingartíðin, sum vantar, sigur stjórin á Vinnuháskúlanum, Wilhelm Petersen. Tað kemur óvart á alivinnuna, at Marine Harvest mutar ímóti at økja alivinnuna, tí tað kundi givið felagnum fýra milliardir krónur meiri í inntøku. Norsku myndugleikarnir arbeiða við eini ætlan at økja alivinnuna við einum fimtaparti. Tað skal millum annað gerast við at lata meiri fisk ganga í alibrúkunum. Stjórin í Marine Harvest sigur, at laksalús er vorðin so stórur vandi fyri norsku alivinnuna, at tað kann ikki koma upp á tal at vaksa vinnuna, fyrr enn trupulleikin við laksalús er bastur. Hann vísir á, at í 2008 og í 2009 varð nógv gjørt fyri at vaksa um alivinnuna í Kili. Tað hevði við sær, at laksalúsin av álvara fór at gera um seg. Samstundis vórðu aðrar sjúkur staðfestar, og tí mátti fiskurin takast í skundi. Tað, sum hendi í Kili, hevði við sær, at Marine Harvest misti nógvar pengar.Tí eigur Noreg at bíða eftir, at tamarhald er fingið á laksalúsini, áðrenn avgerð verður tikin um at økja alingina, sigur John Frederiksen, stjóri í Marine Harvest. Hesaferð vitjar Tórður Mikkelsen í longstu bygd í landinum, Kollafirði, sum er kend fyri sínar mongu skemtisøgur. Her búgva umleið 950 fólk tilsamans. Kári Djurhuus, sum í Kollafirði verður róptur Bosch maðurin, hevur framvegis úr at gera, hóast hann er komin væl upp í sjeytiárini. Hann heldur, at tey smáu virkini hava stóran týdning fyri samfelagið, og at stórar fyritøkur verða gjørdar fyri at kradda alt inn undir seg. Karstin Joensen timburmeistari støkkur inn á gólvið hjá Kára. Tað var tilvild, at ungu hjúnini úr Havn, Maja og Høgni Warberg, keyptu eini hús á Kjalnesi frá 1937 og búsettust í Kollafirði, og tey trívast væl millum kollfirðingar. Tey undrast á, hví hús í Kollafirði eru so nógv bíligari enn í Havn. Í skúlanum hava tvey ættarlið matgerð. Tað eru burturav møður og døtur, sum gera mat, og vit hitta Rebekku og mammuna Oddny Olsen. Í køkinum er eisini Emly Djurhuus, sum er limur í Kollfjarðanevndini. Hon greiðir frá, at ymiskt er á skránni. M.a. verður bøurin um stutta tíð vetrarfriðaður og kommunal útstykking verður aftur í Kollafirði. Hjúnini Hanna Elina og Rólvur Djurhuus búgva í gomlu bóndahúsunum í Tinggarðinum, og tey føra nú húsini aftur í upprunastand. Higartil hevur tað tikið 15 ár, men tað fer at taka nøkur ár afturat. Umframt at Niels Uni sigur sína hugsan um útgávuna, verða teir flestu sangirnir á fløguni spældir, so lurtarin eisini kann gera sína egnu meting um sangirnar og útgávuna. Tað var ikki ein marrudreymur men tann kaldi veruleikin, ið Benjamin Mikladal í Klaksvík vaknaði av sunnunáttina, tá fremmand fólk høvdu brotið seg inn í heimið hjá honum. Tjóvar høvdu brotið seg inn í heimið hjá Benjamin Mikladal, og tá hann vaknaði bleiv áfast millum Benjamin og innbrotstjóvarnar og teir fóru til hendurs. Løgreglan kannar eitt harðskapsmál í Klaksvík, har Benjamin Mikladal, sunnunáttina varð álopin heima hjá sær sjálvum á miðjari nátt. Gerningsmaðurin er ikki fangaður enn, men ábendingar eru um, hvør tað var, ið breyt seg inn í heimið hjá Benjamin Mikladal sunnunáttina, sigur løgreglan. Klaksvíkingar hava í eina tíð havt trupulleikar av russarum, ið eru umborð á russiskum skipum, ið liggja á Norðhavnini í Klaksvík. Vit hava fingið fráboðanir um at teir russarnir, red. hava verið inni í handlum, og so sakna tey ting, tá teir eru farnir úr handlunum aftur, sigur Hallgrím Hansen, løgreglumaður í Klaksvík. Sambært tíðarætlanini skulu Danmark og Føroyar hálvan juli koma við grundgevingunum fyri, at ES, sambært Danmark og Føroyum, hevur brotið sína samráðingarskyldu í trætuni um norðhavssildina. ES heldur uppá í fyrsta umfari, at gerðarrætturin onga heimild hevur at gera úrskurð í hesum máli. ES fær so tríggjar mánaðir, til hálvan oktober, at koma við sínum grundgevingum fyri, hví ES heldur, at gerðarrætturin onga heimild hevur at gera úrskurð í málinum. 11. november hevur gerðarrætturin so aftur fund at taka støðu til uppáhaldið hjá ES. Handilsforðingarnar hjá ES móti Føroyum komu í gildi 28. august í fjør. Handilsforðingarnar hjá ES móti Føroyum komu, tí Føroyar ikki vilja gera, sum ES sigur, í samráðingunum um norðhavssildina. Handilsforðingarnar eru tó galdandi fyri bæði sild og makrel. Tá, 28. august, hevði landsstýrið longu biðið um gerðarrætt eftir havrættarsáttmálanum hjá ST. Og tann gerðarrætturin fór til verka leygardagin. Seinni hevur Danmark, Føroya vegna, eisini biðið um gerðarrætt í WTO, heimshandilsfelagsskapinum. Hoyringarnar í gerðarrættinum hjá WTO kunnu byrja í summar, í juli ella august. Tað segði Bjørn Kunoy, løgfrøðiligur ráðgevi hjá Uttanríkistænastuni á Løgmansskrivstovuni og leiðari hjá føroysku donsku sendinevndini, sum umboðaði ríkið í málinum um WTO gerðarrætt móti ES, við Útvarpið, tá avgjørt varð at seta gerðarrættin. Tað var 26. februar. Eldraráðið í Tórshavnar kommunu ger í løtuni eina tørvs og trivnaðarkanning. Tað er Gallup Føroyar sum stendur fyri kanningini, sum fevnir um 640 fólk, sum eru millum 60 og 75 ár. Í telefonini í morgun høvdu vit Svenning av Lofti,sum er virkandi formaður í Eldraráðnum. Hvørji eru fyrstu orðini føroysk børn duga at siga Tað hevur Sissal M. Rasmussen sett sær fyri at kanna. Ætlanin er at fáa yvirlit yvir, hvussu føroysk børn mennast málsliga og í hesum sambandi fáa øll foreldur, sum eiga børn, sum eru millum 8 og 36 mánaðir og búgva í Føroyum, eitt spurnarblað sendandi hesa vikuna. Tann 19. februar vórðu húsarannsóknir framdar samstundis í Føroyum og Danmark í sambandi við illgruna um barnaporno á internetinum. Í tí sambandi hevur politiið kannað telduútgerð og aðra útgerð. Hesar kanningar eru nú liðnar. Staðfest er, at einki illgrunasamt tilfar var í útgerðini. Skuldsetingarnar verða nú sleptar. Meira verður ikki gjørt við málið, sigur politiið í morgun. Hendrik Old er gestur í morgunsendingini. Tosað verður um tónleik í útvarpinum, og um tingmaðurin framvegis stendur við tað, sum sagt varð av tingsins røðarapalli Tær seinastu vikurnar hava nógvar atfinningar verið móti russiska forsetanum, Vladimir Putin, orsakað av fólkaatkvøðuni á ukrainsku hálvoynni Krim, har veljararnir atkvøddu fyri at gerast partur av Ruslandi. Í 1954 lat táverandi sovjetleiðarin, Nikita Khrusjtjov, ukrainsku sovjetrepublikkini Krim, og í 1992 fekk Krim støðu sum sjálvstýrandi lýðveldi í Ukraina, eftir at Sovjetsamveldið var fallið. Tí heldur Gorbatjov, at avgerðin var tikin yvir høvdinum á fólkinum, men nú hava veljararnir á Krim sjálvir gjørt av at rætta hendan feilin, sum hann málber seg. Gorbatjov vísir til revsitiltøkini, sum ES og USA hava sett í verk. USA hevur sett revsitiltøk í verk móti 11 borgarum í Ruslandi og Ukraina, sum verða hildnir at stuðla uppíleggingini hjá russiska herinum á Krim, meðan 28 uttanríkisráðharrar í ES í gjár samtyktu at seta revsitiltøk í verk ímóti 21 politikarum og herfólkum í Ruslandi og á Krim. Harafturat hava ES ráðharrarnir eisini mælt til, at eftirlitsfólk frá OSCE Evropeiska Trygdar og Samstarvsfelagskapinum fara til Ukraina og Krim, skrivar Ritzau. Spurningur er Eg vil fegin at tit varpa ljós á lærarar, sum eru speiskir og ironiskir. Mær vitandi er ironi og slíkt móti børnum og ungum besti háttur at oyðileggja børn og ung Havi júst hoyrt um ungt menniskja, sum gramdi seg og var sera keddur, tí lærari í miðnámsskúla kom við speiskari viðmerking, sum fekk flokkin at flenna. Hetta gjørdi at næmingurin besta hugin hevði at gráta og rýma. Men hann segði onki. Foreldrini høvdu hug at ringja og geva hesum lærara nøkur orð, men aftraðu seg , tí tey vildu ikki verða skírd kurling ella tyrlu foreldur. Vaksin fólk á lærdum skúla, sum ikki kenna so frægt til menniskju at tey koma við nirðandi viðmerkingum væl at merkja til næming, sum ger síni ting og er stillur og friðarligur. Hvat er at gera Anna Dalsgaard, lærari, viðgerð evnið í Góðan Morgun Føroyar Kitty May Ellefsen er vaksin upp í Miðvági, og tað er Marjun í Kálvalíð eisini, og Kitty May vil fegin tosað við Marjuna um hennara lívs og starvsleið. Arbeiðsbólkurin sigur tey vera fátøk, sum seinastu trý árini hava havt eina inntøku, ið er lægri enn 60 prosent av mið inntøkuni, og tá er talan um, at 1.555 fólk í Føroyum eru fátøk, verður sagt. Sambært kanningini eru tað serliga stakir uppihaldarar, sum eru fátækir, og spurningurin er, hvat kann gerast fyri tey, og hvør skal gera tað. Hjá fólki, sum fáa pensjón, er tað almenni kassin, ið rindar fólki inntøkuna, men hjá teimum, sum liva av løntum arbeiði, er lønarinntøkan avgerandi. Tí er spurningurin, um lønirnar í Føroyum eru ov lágar Tað fara Jenis av Rana, løgtingsmaður, og Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum at skifta orð um í kjakinum í sjónvarpinum í kvøld. Jenis av Rana og Miðflokkurin fingu uppskotið samtykt, har løgtingið heitti á landsstýrið um at áseta eina upphædd, ið verður mett at vera tann minsta einum húsarhaldi tørvar fyri at kunna liva eitt virðiligt lív, og arbeiðið, at áseta fátækramarkið, hevur Almannamálaráðið síðani gjørt. Álitið fekk Annika Olsen handað fríggjadagin. Brúkaraumboðið boðar í tíðindaskrivi frá, at tað hevur heitt á venjingarmiðstøðina, Vælveru Fitness, at gera greiðari avtalur við viðskiftafólkini. Ítøkiliga málið snýr seg um eina kæru frá brúkara, sum hevði keypt sær venjing í ein mánað. Keypið varð framt inni í venjingarstøðini og ikki umvegis heimasíðuna. Goldið varð kontant. Seinni fekk kærarin krav fyri fleiri mánaðir. Orsøkin til hetta var, at haldið ikki var uppsagt og tí helt fram. Brúkarin var tó ikki greiður yvir, at talan var um eitt hald og gjørdist tí bilsin av kravinum, sigur Brúkaraumboðið. Brúkaraumboðið metti ikki, at tað gekk greitt fram av avtaluni millum kærara og venjingarmiðstøðina, at kærari hevði teknað eitt hald, ið helt á fram, til hetta varð uppsagt. Hetta gav høvi til, at tað verður gjørt greiðari fyri brúkaran, tá avtala verður gjørd um, at talan er um eitt leypandi hald, ið heldur á fram, til haldið verðu sagt upp, sigur Brúkaraumboðið. Í málsviðgerðini kom Brúkaraumboðið fram á og gjørdi Vælveru Fitness vart við, at á haldum við bindingstíð varð samlaði prísurin fyri haldið ikki upplýstur. Hetta er annars krav sambært lóg um marknaðarføring. Sambært lóg um marknaðarføring skal Brúkaraumboðið við samráðingum royna at ávirka vinnurekandi at virka eftir meginreglunum fyri góðan marknaðarføringssið og yvirhøvur at halda lógina. Brúkaraumboðið hevur tí vent sær til Vælveru Fitness og vís á oman fyri nevndu viðurskifti, skrivar Brúkaraumboðið í tíðindaskrivi og á heimasíðuni. Fyri nøkrum árum síðani setti eitt toymi av granskarum eitt sera gott mátitól upp á Suðurpólinum. Tólið máldi kosmisku baksýnisgeislingina, og tá ið granskararnir greinaðu málingarnar, funnu tey tað, sum tey leitaðu eftir. Júst tað, sum varð spátt fleiri áratíggju frammanundan, at beint eftir Big Bang, hendi ein sokalla Kosmisk Inflatión, sum tað átti at borið til at mált við mátitólum. Politiið tók í gjár ein 23 ára gamlan mann, sum er skuldsettur fyri rán i Klaksvík sunnunáttina. Maðurin er við einum russiskum skipi, sum liggur í Klaksvík. Maðurin hevur sagt politinum, at hann minnist einki frá sunnunáttini, tí hann var fullur. Skuldsetti maðurin skal í Føroya rætt í dag. Tá fer ákæruvaldið at royna at fáa málið avgreitt, so skuldsetti maðurin, verður hann dømdur soleiðis, sum ákæruvaldið vil, kann fara inn at sita dómin alt fyri eitt. Løgtingið samtykti fyrrapartin, at seta eina grein 25 nevnd, við umboðum úr øllum flokkkum at viðgera málið. Tað skrivar heimasíðan ting.fo. Slíkar nevndir verða ofta setttar, tá talan er um viðgerð av uppskotum, sum ikki verða mett at vera flokspolitisk. Runavíkar Kommuna, sum fekk mótmælisbrævið frá teimum 66 fólkunum í Skálafirði, tekur undir við mótmælinum og hevur sent tað víðari til løgtingið. Um orsøkina, hví tey mótmæla, verður sagt, at vegurin gjøgnum Skálafjørðin er sera hættisligur og vandamikil, tí har er nógv og tung ferðsla. Í 2008 samtykti løgtingið verklagslóg, at gera vegin fyri 43,5 milliónir. Men tað varð útsett, tí tilboðini, sum komi inn, vórðu munandi dýrari, enn mett var. Facebook klárar seg nú næstan so væl sum menniskju, tá greiða skal fáast á, hvørjir persónar á myndum eru, skrivar MIT Technology Review . Menniskju kenna aftur andlit hjá fólki í 97,53 prosentum av førunum. Nýggja tøknin hjá Facebook kennir aftur andlitini í 97,25 prosentum av førunum. Hetta er eitt munandi framstig við nýggju tøknini, hjá heimsins størsta sosiala miðli, har meira enn triði hvør føroyingur eisini hevur vangamynd. Nýggja tøknin hjá Facebook, ið fyribils hevur fingið heitið DeepFace, broytir vanligar myndir til 3D skap, so tøknin betur kann arbeiða við at kenna andlit aftur. Mynd a omanfyri er upprunamyndin. Tøknin DeepFace rættar myndina upp, mynd g , áðrenn tøknin ger eina endaliga útrokning uppá, hvussu andlit síggja út í 3D, mynd h . Hóast royndirnar við at menna nýggju tøknina hava gingið væl, er enn ikki greitt, nær brúkarar á Facebook fáa gleði av nýmentu tøknini hjá sosiala miðlinum. Bert fáar tímar eftir at Vladimir Putin góðkendi eitt uppskot at innlima Krim hálvoynna í Russland, fór russiski forsetin á røðarapallin í tinginum í Moskva við greiðum boðum til russar og allan umheimin Søguligu bondini millum Russland og Krim hálvoynna eru so sterk, at tað er sjálvsagt, at Krim verður innlimað í russisku tjóðina, segði Vladimir Putin. Virkandi stjórnin í Kiev hevur fordømt, at Russland hevur blandað seg í viðurskiftini á Krim hálvoynni. Men Putin slær fast, at Russland fer at varðveita eitt tætt tilknýti og góð viðurskifti til Ukraina. Russiska stjórnin viðurkennir ikki nýggju stjórnina í Kiev, og Putin stuðlar Viktor Janukovitj, sum varð feldur sum forseti í februar mánað. Trúgvi ikki teimum, sum royna ar ræða tykkum við Russlandi, og sum rópa hart upp um, at onnur landaøki koma eftir Krim hálvoynna. Vit hava ongan tørv á nøkrum parti av Ukraina, segði Vladimir Putin fyrr í dag. Fólkaheilsuráðið heldur, at tørvur er á almennari kunning, tí fólk kanska ivast í, hvørt smør ella olivinolja eru best ella minst skaðilig fyri heilsuna. Harafturat verður eggjað til at eta meiri av einkultómettaðum feitti, sum vit millum annað fáa úr olivenolju, rapsolju, heslinøtum, mandlum og øðrum. Kanningar úr okkara grannalondum vísa, at sum heild eta fólk ov nógv mettað feitt. Mettaða feittið fáa vit millum annað frá smøri, róma og feitum oksakjøti. Fólkaheilsuráðið sigur í almennum skrivi í dag, at ov nógv mettað feitt ger vandan størri fyri at fáa ov nógv kolesterol í blóðið og fyri at fáa hjarta og æðrasjúku. Ráðið heldur, at vit í størstan mun eiga at halda okkum til einkultómettað feitt og omega 3 feitt. Omega 3 feitt kemur millum annað úr fiskaolju og feitum fiski. Men Fólkaheilsuráðið hevur tó ein lítlan ugga til tey, sum elska garnatálg. Ráðið sigur, at vit við góðari samvitsku kunnu eta garnatálg av og á, serliga um vit annars minnast til at eta grønmeti, feitan fisk og tað góða feittið úr eitt nú nøtum, olivenolju og avokado. Stjórnin ætlar at loyva monnum at gifta seg við 9 ára gomlum smágentum, at gera tað lógligt fyri mannin at neyðtaka konu sína, umframt at tað skal tryggjast við lóg, at menn altíð skulu fáa foreldramyndugleikan í samband við hjúnaskilnað. 21 av 29 umboðum í stjórnini taka undir við uppskotinum, sum skal samtykkjast í irakiska tjóðartinginum, áðrenn tað kemur í gildi. Higartil hava bæði gentur og dreingir skula verið 18 ár, áðrenn tey hava kunnað gingið saman í hjúnalag, men irakski løgmálaráðharrin, Hassan al Shimari, sigur, at hetta aldursmarkið er brot á Sharia, og at tað tí eigur at verða broytt. Mannarættindafelagsskapir finnast hvassliga at ætlaðu broytinginum. Millum annað sigur Yana Mohammed frá felagsskapinum, Frælsi hjá kvinnum í Irak, at nýggja lógin eggjar til pedofili. Varastjórin fyri Human Rights Watch í Miðeystri og Norðurafrika, Joe Stork, sigur við Die Welt, at verður lógin samtykt er tað eitt vanlukkuligt og diskriminerandi afturstig fyri gentur og kvinnur í Irak. Umframt nevndu broytingarnar mælir lógaruppskotið til, at tað ikki skal vera loyvt hjá muslimum at gifta seg við einum, sum ikki er muslimur, og so skulu kvinnur eisini hava avmarkaðan arvarætt. Arnold greiðir millum annað frá síni tónleikaligu yrkisleið og teimum mongu árunum, hann búði í bæði Íslandi, Canada og Danmark. Eisini verða løg av nýggju fløguni, Voyages við Arnold Ludvig Sekstet, spæld í sendingini. Føroya rættur viðgjørdi týsdagin seinnapart málið um stuldur og grovan harðskap móti unga klaksvíkinginum, Benjamin Mikladal, sunnu, tá ein 23 ára gamal russari stóð inni í stov uni hjá honum og royndi at stjala sjónvarpið. Dømdi maðurin er 23 ára gamal og býr í Murmansk. Hann er í Føroyum við fiskiskipi, sum í løtuni liggur í Ánunum. Talan er um so grovan harðskap, at dómurin kann ikki gerast treytaður, segði dómarin. Landsstýrismaðurin hevur fyrr sagt, at tað verður trupult at fáa hallið á fíggjarlógini burtur í 2016. Millum annað tí ávirkanin av skattaskipanini hevur ikki verið tann, sum roknað varð við. Men í játtanarkarminum fyri næsta ár skulu leggjast upp fyri, at hallið verður burtur í 2016. Landsstýrismaðurin vil einki siga um, hvørji uppskot eru til viðgerðar til tess at røkka málinum, men talan verður um bæði sparingar og nýggjar inntøkur. Samráðingarnar um játtanarkarmarnar eru strævnar, tí avbjóðingin er stór. Men eg havi góðar vónir um at røkka einari semju, so hallið verður burtur í 2016, sigur Jørgen Niclasen við útvarpið. Í fjør fýltist landsstýrismálanevndin á, at fíggjarkarmarnir samsvaraðu ikki við sjálvt fíggjarlógaruppskotið og gjørdi greitt, at tað skal koma í rættlag. Tingið fer í dag at viðgera eitt uppskot frá Johan Dahl, landsstýrismanni, um heimild at brúka pening, sum oljufelagið ENI rindaði til førleikamenning, at marknaðarføra føroyska landgrunnin. Tá oljufelagið ENI gavst við sínum virksemi í Føroyum í 2011, stóð góð hálv onnur millión krónur, sum felagið rindaði til førleikamenning, framvegis á kontu á Gjaldstovuni, og ætlanin er at nýta hesa upphædd í trý ár til marknaðarføringina. Sambært lógini um útbjóðingarumfar skulu feløg, sum leita eftir olju, veita fíggjarligan stuðul til tess at menna vinnuførleika í Føroyum. Í løtuni eru sjey leitiloyvi í gildi, men ógreitt er, um feløgini hava áhuga at leingja loyvini, sigur Vinnumálaráðið. Jarðfeingi hevur gjørt eina ætlan um, hvussu føroyski landgrunnurin kann marknaðarførast. Hildið verður, at áhugin fyri føroyska økinum veksur aftur, tí enn er tað lutfalsliga lítið kannað. Stríðið við Føroyar um norðhavssildina verður loyst, áðrenn skeiðið hjá Mariu Damanaki, fiskivinnukommisseri, er úti. Tað segði Maria Damanki í fiskivinnunevndini hjá ES tinginum í gjár, sambært donsku heimasíðuni Fagpressen. Vit hava gott samband við Noreg og Føroyar. Fiskiskapurin kann takast uppaftur, og samráðingar eru longu við føroyingar, segði fiskivinnukommisserurin. Hon vísti á, at handilstiltøk eru sett í verk móti Føroyum, tí ósemja er um sildina, men nú semja er gjørd um makrelin ber til hjá føroyskum skipum at fiska makrel í ES sjógvi. Hinvegin segði Maria Damanaki, at handilstiltøkini verða verandi í gildi, eydnast tað ikki at fáa semju við føroyingar um sildina. Ísland hevur spurt hini fýra londini, um heildarkvotan skal býtast millum øll fimm londini eftir gamla lyklinum, sum var galdandi til í fjør, tá Føroyar ikki longur góðtóku hann. Ella, um gjørt verður sum í fjør, at hini londini, Ísland, Noreg, ES og Russland, býta sildina eins og gjørt varð í fjør. Men 25.mars í fjør kunngjørdi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, at føroyska sildakvotan í 2013 var 105.000 tons. Hetta gjørdi, at Noreg noktaði, at sild úr føroyskum sjógvi verður landað í Noregi.Og ES setti í gildi handilsforðingar móti sild og makreli úr Føroyum. Íslendski formansskapurin setti onga freist fyri at svara. Føroyar hava ikki svarað enn, sigur Herluf Sigvaldsson, samráðingarleiðari. Men føroyska støðan er óbroytt, sigur hann. Fyrrverandi norski forsætisráðharrin, Jens Stoltenberg, stendur í fremstu røð at taka við sum Nato aðalskrivari, tá Anders Fogh Rasmussen gevst í starvinum í heyst, skrivar italska blaðið La Republica. Jens Stoltenberg vil ikki gera viðmerkingar til tíðindini. Starvstíðin hjá Anders Fogh Rasmussen er úti í heyst, og væntandi verður nýggjur aðalskrivari tilnevndur, tá Nato londini hava toppfund í september. Sambært italska blaðnum taka amerikanski forsetin, Barack Obama, og týski samveldiskanslarin, Angela Merkel, undir við, at Jens Stoltenberg fær starvið. Onnur, sum verða hildin at hava møguleika at fáa starvið sum Nato aðalskrivari, eru bretski verjumálaráðharrin, Philip Hammond, pólski uttanríkisráðharrin, Radoslaw Sikorski, og fyrrverandi italski uttanríkisráðharrin, Franco Farattini. Tjóðskapurin vigar tungt, tá avgerð skal takast. Av tí at sitandi aðalskrivarin er dani, ivast fleiri í, um tann, sum fær starvið, eisini verður norðurlendingur. Ein málslig villa, sum ofta hoyrist er henda Eg kenni ikki tí konuna í staðin fyri Eg kenni ikki ta konuna. Hvat er tað, ið hendir, tá máliskur sum hendan vinda uppá seg, spurdi ein lurtari í morgun. Høgni Hoydal sigur, at sambært tí, sum er komið fram um ætlanina við heilsudeplum, skulu kommunulæknar, sjúkrarøktarfrøðingar og onnur, ið røkja heilsutænastu, savnast í hesum deplum. Í dag hava kommunurnar sambært lógini um kommunulæknaskipan skyldu at útvega kommunulæknum viðtøluhøli og útgerð. Høgni Hoydal spyr tí, um landið nú skal yvirtaka hesar skyldur, og eisini gera av, í hvørjum kommunum og á hvørjum plássum, viðtøluhøli skulu vera. Hevur tú onkuntíð hugsað, at tað hevði verið lættari hjá tær at tikið eina trupla og stóra avgerð, um tú vart hvíldur heldur enn troyttur So fert tú skeivur, sambært nýggjari gransking í Hollandi. Granskingin vísir nevnliga, at júst tað øvugta er galdandi fyri okkum menniskju. Tveir hollendskir granskarar hava nú funnið útav, at fólk hava lættast at taka avgerðir stórar sum smáar tá tey eru troytt, og ikki tá tey eru hvíld. Tað eru serliga avgerðir, ið hava við heilsuna hjá okkum at gera, ið verða betri, tá vit eru troytt og illa fyri í kroppinum, siga granskararnir. Tað vísir seg, at fólk taka tær bestu avgerðirnar, tá tey eru troytt, tí tá kann kroppurin betri merkja, hvat er gott fyri hann, sigur Angela Y. Lee á Erasmus University. Nýggja granskingin kann brúkast í marknaðarføring av heilsugóðum vørum, er ein av niðurstøðunum í granskingini, skrivar The University of Chichago Press . í morgun vóru vit í føðingardegi í svimjihøllini í Gundali. Føðingardagsbarnið svimur hvønn morgun, og tað hevur hann gjørt síðani svimjihøllin læt upp fyri 32 árum árum síðani. Vit vóru í svimjihøllini í morgun Løgreglan sóknast nú eftir henni ella honum, ið eigur málningin á myndini í greinini her. Niðast í høgra horni stendur annaðhvørt Marna 95 ella Maria 95. Ein útlendingur hevur greitt løgregluni frá, at hann hevur funnið málningin onkrastaðni í Havn, eftir eitt rán í Klaksvík. Ramman á málninginum, ið er 100 sentimetrar breiður og 80 sentimetrar høgur, er koyrd burtur Løgreglan veit ikki, hvør eigur málningin, so um tú kennist við málningin ella veitst, hvør eigarin er, frættir løgreglan fegin frá tær á 35 14 48. AP tíðindastovan skrivar í dag, at ein av myndamonnum teirra hevur sæð fleiri hundrað sjálvverjuherfólk søkt at høvuðsdstøðini hjá ukrainska herflotanum. Teir skulu hava heysað russiska flaggið uttan fyri høvuðsdeildina og kring sjálva høvuðsdeildina, meðan u krainskir tænastumenn stóðu vakt við høvuðdsbygningin. Russiskt vinarligi bólkurin bíðaði í umleið ein tíma uttanfyri, áðrenn teir tóku seg inn á sjálva herflotastøðina. Nú eru ukrainskir tænastumenn, sum onga mótstøðu gjørdu, í ferð við at pakka niður og at rýma av støðini. Víðu heimildirnar, at geva borgarunum innlit, gera tað ov óarbeiðsligt í miðfyrisitingini, heldur Johan Dahl. Landsstýrismaðurin ynskir tí strangari innlitslóg. Rigmor Dam, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, hevur ikki somu áskoðan sum landsstýrismaðurin als ikki. Hon er rúkandi ósamd við landsstýrismanninum. Eyðfinnur Jacobsen, advokatur, sum hevur granskað Eik Grunnin fyri Skrásetingina, staðfesti, at nevndin í Eik Grunninum helt ikki roknskaparreglurnar. Nevndin tók stig, sum hon ikki hevði fingið loyvi til frá Skráseting Føroya, og hon gjørdi eisini móti sjálvari endamálsgreinini hjá grunninum. Hetta er ein partvís gransking, tí løgtingið vil ikki lata allar pengarnar, sum Skrásetingin bað um til granskingina. Hon bað um hálva aðra millión. Hvørki bústjórin í trotabúnum Eik Grunnurin ella Eik Banki, sum er einasti kreditorur, vilja brúka niðurstøðurnar í granskingini fyri at vita, um til ber at krevja endurgjald frá nevndarlimunum í Eik Grunninum fyri á tann hátt at fáa fleiri pengar til trotabúgvið. Tað kostar alt ov nógv at kanna tað. Og harafturat er ikki staðfest, um dispositiónirnar hjá nevndini í Eik Grunninum, gjørdu, at grunnurin misti pengar, siga bústjórin, Christian Andreassen, advokatur, og leiðslan í Eik Banka. Men advokaturin sigur, at varð hann biðin um at gera arbeiðið liðugt, hevði hann eisini kunnað sagt, um grunnurin misti pengar ella ikki. Skráseting Føroyar kann kæra avgerðina hjá fútanum um ikki at gera nakað við málið til politiið ella ríkisadvokatin. Ikki er avgjørt enn, um tað verður gjørt, sigur stjórin í Skrásetingini, Jógvan Thomsen. Vit hava gott samband við Noreg og Føroyar. Fiskiskapurin kann takast uppaftur, og samráðingar eru longu við føroyingar, segði fiskivinnukommisserurin. Hon vísti á, at handilstiltøk eru sett í verk móti Føroyum, tí ósemja er um sildina, men nú semja er gjørd um makrelin ber til hjá føroyskum skipum eisini at fiska makrel í ES sjógvi. Hinvegin segði Maria Damanaki, at handilstiltøkini verða verandi í gildi, eydnast tað ikki at fáa semju við føroyingar um sildina. Hetta er meiri enn royndarfiskiskapur, og eg lurti eftir øllum góðum uppskotum um, hvussu Grønland skal handfarast, segði ES fiskivinnukommisserurin. Fiskivinnukommisserurin svaraði, at allir møguleikar verða kannaðir, men tað er ES ráðið, sum endaliga ger av, um tiltøk skulu setast í verk, segði hon. Tað er ikki bert tað almenna, sum hevur ábyrgd av teimum fátøku. Fakfeløgini hava eisini ábyrgdina av at útvega fólki eina løn, sum tey kunnu liva av. Tað segði Jenis av Rana í Miðflokkinum í sjónvarpskjakinum í Kringvarpinum í gjárkvøldið um fátækramarkið. Hann segði seg vóna, at fakfeløgini, næstu ferð sáttmálasamráðingarnar verða, fara at taka eitt tak fyri tey lægstløntu. Staðfest er, at fólk, sum hava arbeiði, eisini eru niðan fyri fátækramarkið, segði Annika Olsen, landsstýriskvinna og nevndi, at skattaprosentið fyri lág og miðallønir er rættiliga høgt. Flokkarnir eiga tí at viðgera tann spurningin, og kommunurnar eiga eisini at spæla við, segði hon. Jenis av Rana er samdur við Anniku Olsen og heldur, at um bæði land og kommunur broyta skattingina, hevði tað munað væl hjá teimum lægstløntu. Men í Føroyum eru tað ikki bert láglønt ella pensiónistar, ið eru fátøk. Føroyar hava eitt bústaðarmynstur, ið ger at fólk, sum hava arbeiði og fáa vanliga løn, kunnu koma í eina fátækrafellu, tí tey hava sett seg í ov stóra skuld, ella tí at teirra fíggjarligu viðurskifti eru broytt til tað verra, aftaná at bústaðarlánið er undirskrivað. Í hesum sambandi segði Annika Olsen í sjónvarpskjakinum, at Fíggjarmálaráðið arbeiðir við krøvum til útbúgving av bankaráðgevum og einum eftirliti við arbeiði teirra. Ætlanin er ikki at seta eitt fátækramark inn í eina lóg, men at brúka álitið tá lógaruppskot eru til viðgerðar, sum ávirka fólk og fíggjastøðu teirra, varð sagt í kjakinum Mamman fekk tey boðini frá læknanum, at drongurin ikki longur skal drekka feita mjólk, men ístaðin drekka vatn og eta frukt og grønmeti. Ein vanligur drongur um hansara aldur eigur at viga umleið átta kilo, so Santiago skal klænka eini 15 kg, sigur læknin Cesar Guevara. Konservativi fólkaflokkurin á fólkatingi ætlar at reisa misálit á stjórnina hjá Helle Thorning Schmidt, forsætisráðharra, eydnast tað at fáa meiriluta fyri einum uppskoti, sum noyðir stjórnina at fylgja danskari lóg um, hvør skal fáa barnakekk. Sambært lógini ber ikki til at fáa barnakekk, fyrr enn enn ávís tíð er frálíðin, men hetta er brot á ES rættin, siga løgfrøðingar. Tað heldur stjórnin eisini, sum ætlar at laga lógina til ES reglurnar. Tað merkir, at ES borgarar, sum arbeiða í Danmark, hava rætt til barnakekk frá fyrsta degi. Bæði Vinstraflokkurin og Eindarlistin, sum er parlamentariska grundarlagið undir stjórnini, siga, at teir fara at atkvøða fyri uppskotinum hjá teimum konservativu, kemur stjórnin ikki við einum uppskoti, sum forðar fyri, at danskar vælferðartænastur fara av landinum Hitt evnið var alheimsupphitingin. Norskur granskari ætlar at brúka hitamátingar í Føroyum, sum grundarlag fyri at vísa á, at alheimsupphitingin ikki er av mannaávum, men nattúrlig sveiggj í hitanum á jørðini. Eg fái sálarliga og likamliga pínu, tá ið eg og maðurin eru í song saman. Hvat kann eg gera Kann eg fáa sálarliga hjálp Heilsan ein neyðtikin kvinna, sum vil úr síni neyð. Tað sigur Søren Christiansen, reiðari á Anitu, við Sosialin í dag. Bara skiparin er føroyingur. Allir hinir av manningini eru útlendingar. Føroyingar tíma ikki at sigla við skipum sum Anitu. Føroyskir fiskimenn fara til Noregs ella í oljuvinnuna, sigur Søren Christiansen við Sosialin. Teir 33 útlendingarnir, sum vóru mynstraðir við Anitu, vóru úr Indonesia og Spania. Anita hevur verið nógv umrødd síðani vanlukkuna, tá ein av manningini fór fyri borð, og ikki spurdist aftur. Fiskimannafelagið meldaði eisini málið, og tað endaði við, at manningin varð send av landinum, tí útlendingarnir høvdu ikki neyðug arbeiðs og uppihaldsloyvi. Søren Christiansen sigur við Sosialin, at eingin støða er tikin til, um hann fer at at útvega arbeiðs og uppihaldsloyvi til útlendska manning, ella fer at royna at manna Anitu við føroyingum. Søren Christiansen vil heldur ikki útgreina, hvat tað merkir fíggjarliga fyri reiðaríið, um manningin verður lønt eftir sáttmála við Fiskimannafelagið. Eg havi ikki hug at diskutera handa spurningin. Eg havi alt ov nógv onnur viðurskifti at taka mær av júst nú, endurgevur Sosialurin Søren Christiansen, reiðara, fyri at siga. Felagið mælir Hondbóltssambandinum til at virða kirkjufriðin, og leggja finalurnar aðrar dagar enn júst tá, sigur Theodor Olsen, vegna Prestafelagið. Virðingin fyri halgidøgum er farin. Tí er eingin trupulleiki, at finalurnar verða spældar tá, sigur formaðurin í Hondbóltssambandinum. Kristian Johansen heldur ikki, at orsøk er at flyta hondbóltsfinalurnar, tí dystirnir í fótbóltskappingini verða eisini spældir, hóast páskir eru. Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Landsstýrismaðurin sigur seg vænta, at ES fer at taka handilsforðingarnar móti Føroyum aftur, áðrenn fiskiskapurin eftir makreli byrjar. Tað er at kalla vist, at Føroyar verða ikki við í avtaluni í ár, men tað fer neyvan at draga handilsforðingarnar út, nú avtala er gjørd um makrelbýtið. Avbjóðingin er at fáa hini strandarlondini at skilja føroysku støðuna, sigur Jacob Vestergaard. Avstralski forsætiráðharrin, Tony Abbot, sigur, at tveir lutir eru funnir í syðra parti av indiska havinum, og teir kunnu vera vrakpetti av horvna flogfarinum. skrivar Reuters. Annar luturin er 24 metrar til longdar, upplýsir ein talsmaður fyri avstralsku myndugleikarnar. Forsætisráðharrin leggur dent á, at enn er ov tíðliga at siga nakað við vissu. Malaysiska flogfarið hvarv 8. mars, tá tað var á veg úr malaysiska høvuðsstaðnum Kuala Lumpur til kinesiska høvuðsstaðin, Beijing. Løgmansskrivstovan bað Vinnumálaráðið um eina frágreiðing um Vinnuframagrunnin, tí løgmaður og landsstýrismaðurin í vinnumálum eru lagdir undir at breiða út yvir óreglusemi í Vinnuframagrunninum. Hesa frágreiðing fekk Løgmansskrivstovan longu í august í fjør. Men Vinnumálaráðið tekur ikki í egnan barm. Sambært Vinnumálaráðnum vóru tey uppáhald, sum eru sett fram, longu í fjølmiðlunum í 2009. Løggildaða grannskoðanin og stýrið fyri grunnin mettu ikki, at talan var um óreglusemi. Í grannskoðaðu roknskapunum, grannskoðaraprotokollunum og frágreiðingunum frá stýrinum í sambandi við roknskapirnar eru eingi fyrivarni ella viðmerkingar um nakað óregluligt. Eisini í sambandi við, at stjórin fór frá vóru nevndu viðurskifti viðgjørd. Men mett varð, at viðurskiftini viðvíkjandi stjóranum vóru hvørki tænastumisbrot ella revsiverd. Talan var um samstarvstrupulleikar, sigur Vinnumálaráðið. Í farnu viku gjørdi danska bakmanspolitiið húsarannsókn hjá Vinnuframa í Havn. Hald varð lagt á skjøl hjá Vinnuframagrunninum frá 2004 til 2009. Húsarannsóknin var grundað á illgruna um svik og mandatsvik, heimildarsvik. Illgruni er um, at Vinnuframagrunnurin var ein stuðulskarussel, har somu feløgini og fólkini viðgjørdu umsóknir, umsótu skipanir fyri grunnin og fingu pengar úr grunninum. Suni á Dalbø, sum var nevndarlimur í Vinnuframagrunninum í 2009, meldaði í fjør málið til SØK, Statsadvokaten for Særlig Økonomisk og International Kriminalitet, vanliga rópt bakmanspolitiið, eftir at hava rópt varskó hjá politiska myndugleikanum í nøkur ár. Johan Dahl, landsstýrismaður, sigur, at tað er bæði náttúrligt og gott, at løgreglan kannar virksemið í Vinnuframagrunninum. Løgreglan skal hava bestu umstøður at gera sínar kanningar, og vónandi koma allar relevantar upplýsingar fram, sum fult út kunnu lýsa málið, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum. Yrkingar eru góðar sum góðanátt tekstir, heldur Dorit Hansen, sum hevur lovað yrkingunum hjá Tóroddi Poulsen uppí sínar bíbliusøgur, sum henni dámar væl at lesa. Dorit Hansen er í Lesikrókinum í morgun. Broyting møguleikar og avbjóðingar og stemba vit eftir tí sum ikki fæst Soleiðis kalla sálarfrøðingarnir árliga festivalin, sum verður í Norðurlandahúsinum í morgin. Í skránni hesaferð eru tiltøkini skipað í fýra ymiskar breytir, sum luttakararnir kunnu velja seg inná fyri dagin. Í útvarpsstovuna er nú komin Rannvá Sloan Jørgensen og Suni Poulsen sum eru við til at skipa hendan festivalin í morgin. Føroyar verða nú 60 ferðir størri. Landgrunsnevndin hjá ST tekur undir við føroyska kravinum um rættin til 87.792 ferkilometrar av ytra landgrunnini norðan fyri Føroyar, er uttan fyri 200 fjórðinga markið. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, sigur, at nýggja landgrunsøkið letur upp fyri vinnuligum møguleikum, sum komandi ættarlið fáa ágóðan av. Hann sigur, at verkætlanarbólkurin, sum fyrireikaði kravið, og síðani sendinevndini, sum hevur vart okkara krav í New York, hava gjørt eitt vala arbeiði. Tað skal vera truplari hjá almenninginum at fáa innlit í viðurskifti, ið hava við miðfyrisitingina at gera. Tað heldur í øllum førum Johan Dahl. Landsstýrismaðurin heldur, at politikarar og embætisfólk hava ov ringar umstøður at samskifta sínámillum, og at ov nógv tíð fer til at lata alment innlit. Tí ynskir Johan Dahl, at innlitslógin verður strangari, so tað verður truplari hjá almenninginum at fáa innlit í viðurskifti hjá miðfyrisitingini. Felagið hjá føroyskum fjølmiðlafólkum, Føroysk Miðlafólk, hava kortini ikki sama sjónarmið, sum landsstýrismaðurin kom við í útvarpinum mikudagin. Felagið sendi í gjárkvøldið út bræv, har felagið sigur tað vera eitt bakkast fyri fólkaræðið, um tað verður truplari hjá almenninginum at søkja um innlit í miðfyrisitingina. Føroysk Miðlafólk átala hvassliga, at landsstýrismaðurin í vinnumálum uttan skomm, mælir til at skerja møguleikan hjá almenninginum at fylgja við, hvussu fyrisitingin arbeiðir. Tá landsstýrismaðurin heldur, at lógin um alment innlit skal skerjast, so tykist landsstýrismaðurin at hava gloymt, hvør hevur sett hann í starv og hvørjum hann er í tænastu hjá. Landsstýrismaðurin tykist eisini at hava gloymt, at allir borgarar, allir veljarar og allir skattgjaldarar hava sjálvsagdan rætt at fylgja við, hvussu myndugleikarnir fara við borgarans ognum, og hvussu hetta arbeiðið verður gjørt. At siga, at almenna fyrisitingin brúkar ov nógvar resursir til at svara innlitsbønum, er eitt so álvarsligt álop á fólkaræðið, at løgmaður í stundini eigur at krevja, at landsstýrismaðurin tekur orðini í seg aftur og staðfestur, at landsstýrið ongar slíkar ætlanir hevur. Tvørturímóti er tørvur á meiri opinleika, meiri gjøgnumskygni og meiri orku til, at borgarar landsins kunnu fylgja við, hvussu almennu myndugleikarnir fyrisita sítt vald. Royndirnar hava víst, at partar av almennu fyrisitingini brúka orku uppá, hvussu slepst undan at svara innlitsspurningum. Royndirnar vísa, at landsstýrismenn hava roynt at seta eyka greinir í lógir, sum skulu taka innlitsrættin frá borgaranum. Avgerðir frá løgtingsins umboðsmanni vísa ein fyri og onnur eftir, at almennu myndugleikarnir ikki halda lógina um alment innlit. Føroysk Miðlafólk halda, at fólkaræðið verður hótt, tá ein landsstýrismaður sigur hart, at hann vil ikki hava, at borgarin skal kunna fylgja við í, hvussu borgarans peningur verður brúktur, og hvussu valdið fer um heimildina, sum tað hevur fingið frá veljaranum. Fólkaræði frá vøggu til Føroyar, er heitið á kjakfundi, sum verður hildin í Spaniastovu í Klaksvík klokkan 19 í kvøld. Áhugabólkurin, Fólkavald , sum er óheftur politiskt og átrúnaðarliga, stendur fyri átakinum. Ole Jensen, frá bólkinum Fólkavald, var í útvarpsstovuni í morgun. Í sendingini greiðir Rakul frá síni bakgrund innan sjónleik og frá nýggja Barnafestivalinum, sum hon í løtuni samskipar fyri Norðurlandahúsið. Funnist hevur verið at ES fyri at vera tannleyst, tí tiltøkini, sum eru í verk móti ávísum russum, muna ov lítið. Seinnapartin verður toppfundur í ES, og tá verður umrøtt at seta strangari tiltøk í verk. Talan kann vera um búskaparlig tiltøk, at steðga innflutningi gassi úr Russlandi ella vápnastongsul. Búskaparlig tiltøk kunnu raka limalondini sjálvi, um russar fara at svara aftur. Tíðindafólk í Brússel siga tó, at tað er lítið sannlíkt, at øll 28 ES londini verða samd um, hvørji tiltøk skulu setast í verk, nú Vladimir Putin, forseti, hevur góðkent, at Krim verður partur av Russlandi. Vit verða ikki partur av einum hernaðarligum átaki. Vit hava ongan tørv á at fara í kríggj við Russland. Tað vilja ukrainar ikki, og tað vil eingin, segði Obama í sjónvarpssamrøðuni. USA ætlar í staðin at skipa eina altjóða samgongu, sum skal leggja diplomatiskt trýst á Russland. Boðini til russisku valdsharrarnir eiga at verða, at Ukraina skal sjálvt avgera lagnu sína. Mánadagin setti amerikanski forsetin tiltøk í verk móti 11 russum og ukrainum og segði, at USA fer at leggja trýst á Russland um at sleppa takinum um Ukraina og Krim hálvoynna. Obama segði í samrøðuni við NBC, at russiska innrásin er tekin um, at Vladimir Putin, forseti, er veikur, tí hann stúrir fyri at missa ávirkan í ávísum londum. Faðir Vár er bøn biðin av mongum menniskja. Lærusveinarnir bóðu Jesus læra teir at biðja. Hann svaraði teimum við bønini Faðir Vár. Tú kanst hoyra hinar sendingarnar um Faðir vár her 11. februar doyði ein indonesiskur sjómaður umborð á garnabátinum Anita. Vanlukkan gjørdi føroyingar varar við, at tað eru lágløntir útlendingar, sum koma til Føroyar við skipum við føroyskum fiskiloyvum. Norska fiskimálaráðið hevur sent út tíðindaskriv, har víst verður á, at Noreg ætlaði at halda fram við samráðingunum um svartkjaft og sild. Men hvørja ferð hevur ES útsett samráðingarnar, hóast bæði Rusland, Ísland og Føroyar vildu halda fram við teimum samráðingunum, skrivar Fiskaren. Samráðingarnar um bæði svartkjaft og sild snúgva seg um, at sleppa at fiska í øki hjá hvørjum øðrum. Fyri norsku skipini hevur tað stóran týdning, at norsku skipini sleppa at fiska svartkjaft í ES sjógvi og í føroyskum sjógvi. Norska fiskimálaráðið sigur, at tað kemur illa við hjá norsku svartkjaftaskipunum, um tey ikki sleppa at fiska í ES sjógvi og í føroyskum sjógvi, tí tað verður torført at fiska svartkjaftakvotuna í altjóða sjógvi. Norska fiskimálaráðið ger greitt, at fæst ikki semja um, hvussu svartkjafturin skal fiskast, heilt skjótt, so má avtalan um fiskiskapin eftir sild broytast tilsvarandi. Avtalan um sild hevur ikki so stóran týdning, tí føroysku skipini hava fiskað sild í føroyskum sjógvi, og tað hevur borið væl til. Føroyar hava ikki góðtikið býtið av sildini, sum hevur verið. Tí er ikki vist, at Føroyar skriva undir nakra avtalu um sildina í ár, sigur Jacob Vestergaard. Her liggur alt ruskið frá slaktinum i heyst, skinn, vembur og annar innvølur, kavrotið og alt skríður skart í maðki, sigur Eddie, ið eisini hevur lagt myndir av rusksekkjunum út á Facebook. Tá Mykinesleiðin varð privatiserað, valdu teir ráðandi ikki at taka farmin við. Hann skuldi framvegis vera undir tí almenna, veit Eddie at siga á Facebook. Poul Andrias Joensen, stjóri í IRF harmast um støðua og sigur, at arbeitt verður við at leiga ein bát, sum kann fara eftir ruskinum, tá veðrið er til vildar. Frá Strandferðsluni hevur IRF fingið at vita, at Strandferðslan hevur ikki ábyrgd av farmaflutningi til Mykines um veturin, Súlan hevur ongan krana, og tað má báturin hava. Tað kemur illa við hjá brøðrunum báðum, at got ikki sleppur til fiskiskap, nú besta fiskitíð er. got hevur ligið við kai í Klaksvík, síðan Slættaberg rendi á got. Umframt mista inntøku, hava Hjaltur og Eyðstein Poulsen ikki fingið vissu fyri, at hædd verður tikin fyri øllum skaðanum, garnaskipið fekk 25. februar. Sí her, tá Sára Jógvansdóttir, tíðindakvinna, var og hugdi at kjólunum, har hon eisini fekk høvið at royna ein av brúðarkjólunum á framsýningini á Bókasavninum á Sandi. Vanlukkan gjørdi føroyingar varar við, at tað eru lágløntir útlendingar, sum koma til Føroyar við skipum við føroyskum fiskiloyvum. 20. mars í 2015 verður full sólarmyrking, ið millum annað kann upplivast í Føroyum. Ójavnt er tó, hvussu leingi sólarmyrkingin verður ymsastaðni í Føroyum. Sunnast í Føroyum verður sólarmyrkingin stytst, meðan sólarmyrkingin fer at vara longri hjá teimum, ið uppliva fyribrigdið á teimum norðaru oyggjunum. Klikk á kortið við músini, so fært tú útgreinaðar upplýsingar. Tú sært neyvt nær sólarmyrkingin byrjar, nær full sólarmyrking verður og nær sólarmyrkingin endar. Samgongan vil ikki vita av broytingunum, sum Tjóðveldi vil hava í stýriskipanarlógini, og sum flokkurin segði hevði til endamáls at styrkja fólkaræðið. Tað er púra greitt, nú Rættarnevndin hevur skrivað álit um tey trý uppskotini. Samgongan hevur seks av sjey nevndarlimum, og tey mæla løgtinginum frá at samtykkja uppskotini. Tjóðveldi vil eisini hava minnilutaverju, so ein triðingur av løgtingslimunum kann fáa lógaruppskot, sum løgtingið annars hevur samtykt, til fólkaatkvøðu, og løgmansval eftir hvørt løgtingsval. Og Tjóðveldi vil ikki, at undantøk frá almennum innliti kunnu ásetast í serstakari lóg, eins og gjørt var teirri lógini um Skálafjarðartunnilin, sum Kári P. Højgaard legði fyri løgtingið, tá hann var landsstýrismaður í innlendismálum. Meirilutin sigur, at í staðin fyri at gera tillagingar í stýrisskipanarlógini, eigur orkan at verða brúkt til at finna eina breiða politiska og fólksliga semju um eina stjórnarskipan fyri Føroyar. Eina stjórnarskipan, sum byggir á uppskotið, sum var komið undir land í 2010. Eyjólfur Gislason, sum eigur teldufyritøkuna Teldware hevur fingið patent í USA uppá eina skipan, sum ger tað møguligtat fáa skjótt svar úr stórum dátugrunnum. Men hvat merkir hetta fyri fyritøkuna hjá Eyjólfi Eyjolfur Gislason var í útvarpsstovuni í morgun Nýggja skótahúsið í Runavík, eins og Løkshøll, eisini í Runavík, eru í dag karmur um føroyska íkasti til altjóða Down syndrom dagin, sum er í dag. Tað eru mammurnar, Linda Sunder og Diana Davidsen, sum skipa fyri. Tær hava báðar børn við Down syndromi. Góðan morgun, Føroyar tosaði við Lindu Sunder í morgun. Maður skrivar, at hann fór frá konuni, tí hann gjørdist ásttikin í sera vakrari kvinnu. Tey er eydnusom, men trupulleikin eru hansara gomlu vinir. Tí tey góðtaka ikki hansara nýggju konu, men happa hana og flenna eftir henni. Hann hevur besta hugin at kvetta sambandið við tey skal hann gera tað Kvinna skrivar, at maðurin og hon hava valt at hon skal vera heima, meðan børnini eru smá. Tey klára seg við lítlum, men tað gongur, tí tey ynskja hetta. Men tað løgna hendir, at grannarnir lata børnini liva og doyggja inni hjá henni, tí hon er heima. rslitið er at hon við eitt er vorðin ein ólønt dagrøktarmamma og tað hvørki tímir ella vil hon. Hvussu skal hon gera vart við hesa støðuna við grannarnar Starvsfólk á almennum arbeiðsplássi skriva um teirra ónøgd við nýggju leiðsluna. Tey eru ørkymlaði og kedd og vita als ikki, hvussu tey skulu handara nýggju støðuna. Tey kenna tað, sum álitisfólkið eisini er drigið uppá tráð av stjóranum. Verdóttirin skrivar, at verforeldrini hava boðið einkarbarninum og konuni at yvirtaka heimið, men so vilja tey búgva í íbúðini í kjallaranum. Verdóttirin vil als ikki. Hon elskar síni hús og vil ikki at tey skulu seljast, fyri at tey skulu fllyta í barndómsheimið hjá manninum at búgva. Maðurin skilir ikki, at konan sigur nei til hetta tilboðið men konan ræðist at missa sítt frælsi og enda við gomlum verforeldrum í kjallaranum, sum hon so skal til at ansa. Avlopið í fjør var 5,5 milliónir krónur eftir skatt. Í 2012 hevði sparikassin 20 milliónir í halli, og árini 2009 til 2012 var hallið samanlagt 119 milliónir krónur Hetta er betri fyri sparikassan, góðskan á útlánunum batnar og solvensurin styrkist, sigur Marner Mortensen, stjóri í Norðoya Sparikassa. Og gjaldførislánið frá Tjóðbankanum varð afturgoldið fyri ásettu tíðina. Kortini batnaði gjaldførið hjá Norðoya Sparikassa. Við árslok 2013 var solvensurin 19,4 prosent. Norðoya Sparikassi verður útnevndur at vera SIFI peningastovnur. Hann skal tí lúka nýggj, herd, krøv, sum koma stigvíst hetta til 2019. Bæði fútin og TAKS hava gjørt vart við, at hóskandi er at dagføra og herða reglurnar í donsku lógini um euforiserende stoffer , sum er galdandi í Føroyum, so lógin í Føroyum verður samsvarandi lógini í Danmark. Fútin vil hava, at til ber at revsa fólk, sum innflyta rúsevni, sum ikki eru nevnd í galdandi lóg. Fútin mælti eisini frá at seta donsku regluna um at revsa við ávaring í gildi í Føroyum. Tað hevur landsstýrismaðurin tikið til eftirtektar. Nógv rúsevni, sum ikki eru í galdandi lóg í Føroyum, eru komin seinastu árini. Bæði fútin og TAKS hava fortreð av teimum, tí illa ber til at steðga teimum í tollinum. Lógin loyvir tí ikki. Í ávísum førum er eydnast at steðga innflutningi við at brúka apotekslógina. Men tann lógin hevur ongar revsimøguleikar. Tað er umráðandi at fáa lógarbroytingina setta í gildi í hesi tingsetuni, sigur landsstýrismaðurin. Serliga nógv rúsevni koma til Føroya um summarið, tá festivalar og konsertir eru, siga tollararnir. Hvørki danska Forsætismálaráðið ella Løgmálaráðið hava nakra viðmerking um ríkislógartilmælið, sum er á veg í løgtingið. Ban Ki moon, ST aðalskrivari, vitjar í Grønlandi í næstu viku. Danski forsætismálaráðharrin, Helle Thorning Schmidt, verður vertur á ferðini saman við grønlendsku landsstýriskvinnuni Alequ Hammond. ST aðalskrivarin skal síggja avleiðingarnar av veðurlagsbroytingunum í Grønlandi áðrenn toppfundur verður í New York 23. september um veðurlagsbroytingarnar. Seinasta veruliga royndin at gera nakað við trupulleikarnar var á COP15 ráðstevnuni í Keypmannahavn í 2009. Tað eydnaðist tó ikki. Toppfundurin í New York í september skal síggjast sum ein liður í enn einari veruligari roynd at fáa semju um at minka útlátið á næstu veðurlagsráðstevnuni, COP 19, ið verður í Paris í 2015. Kommunufelagið vísír á, at tær tríggjar lógirnar, sum liggja í tinginum í løtuni, bert eru rammulógir, sum ikki áseta annað enn teir karmar, sum kommunurnar skulu virka undir. Kommunufelagið heldur, at tað framhaldandi manglar ein grundleggjandi útgreingin av eldarøkinum, bæði innihakldssliga og fíggjarliga, og tí er enn langt á mál áðrenn málið er greitt at flyta kommununum. Hvat hendi í Eik Banka verður væntandi avdúkað, tá rættarmálið, sum Financiel Stabilitet hevur reist móti leiðslu og nevndarlimum í Eik, verður viðgjørt í Føroya Rætti. Men eftirlitið við grunnum, sum arbeiða her á landi, hava Føroyar yvirtikið, og tí er tað her, at staðfestast skal, hvat hendi, hvør hevði ábyrgdina, og um nakar skal dragast til svars. Tí bað Johan Dahl um eina eykajáttan til Skrásetingareftirlitið, men løgtingið hevur bert játtað ein part, og tí eydnaðist ikki at gera kanningina lidna. Sendingin í sjónvarpinum um Anitu í fyrrakvøldið eigur at fáa samgonguna at endurskoða fleiri ivasom viðurskifti í fiskivinnuni. Millum annað útlendskan ognarskap og korini hjá útlendingum umborð á føroyskum skipum. Tað heldur Eivind Jacobsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin. Poul Eiden Muller og Finn Jacobsen hava í sjey ár røkt Árnafjørð, fyri at fáa so stóran og góðan hummara sum gjørligt. Teir hava loyvi at fiska 3 tons av hummara um árið á Árnafirði. Øll 15 ungu valevnini til Tórshavnar Ungdómsráð kunnu síggjast inni á heimasíðuni hjá Tórshavnar Kommunu. Valt verður umvegis internetið. Kringvarpið gjørdist vinnari av ársin Winther Heiðursløn fyri sjónvarpssendingina Skálafjarðartunnilin, kosta hvat tað kosta vil og tað sum er sagt í tíðindunum í sambandi við málið. Dómsnevndin sigur í grundgevingini, at upprunaliga er talan um tvey mál og tvær ymiskar journalistiskar uppgávur, men málini eru so tengd hvørt at øðrum, at ikki ber til at heiðra øðrum og ikki hinum. Avdúkingin av loyniligu samráðingunum og loyniliga sáttmálanum við danska íløgufelagið, CIP, var sera týðandi journalistist arbeiði. Her var talan um politiskt handverk, sum skuldi krógvast, til milliardasáttmálin var undirskrivaður. Men journalistisku avdúkingarnar vístu almenninginum, hvat var um at henda og noyddi hægstu politisku skipanina at endurskoða sínar ætlanir, sigur dómsnevndin. Eisini vísti dómsnenvdin á týdningin á áhaldandi arbeiðið at vísa á, at tað ikki kundi góðtakast, vegna føroyska borgaran, at seta ein kanningarstjóra, sum sjálvur á ymsan hátt var partur í málinum um Eysturoyartunnilin. Í Kina verða nýggjar fylgisveinamyndir kannaðar av tí, sum hildið verður kunnu vera vrakpetti av malaysiska flogfarinum, sum hvarv fyri tvemium vikum síðani. Tað segði malaysiski ferðslumálaráðharrin á tíðindafundi í Kuala Lumpur í morgun. Myndirnar frá kinesiska fylgisveininum vístu eitt vrakpetti sum var 30 metrar annan vegin og 22 metrar hin vegin, segði malaysiski ferðslumálaráðharrin. Men talan er um eitt stórt og fjarskotið leitingarøki, tí sjálvt um tað er avmarkað til positiónirnar innan tann fyri tann geiran, har hildið verður at flogfarið hevur flogið suðureftir, so er talan um eitt øki, ið er sum alt Vesturevropa til støddar, og flúgvast skal einar 2.000 kilometrar í ein útsynning úr Perth í Avstralia fyri at koma til tað. Skip og flogfør frá 26 londum eru við í leitingini eftir malaysiska flogfarinum, sum var á veg úr Kuala Lumpur til Beijing men hvarv. Kringvarpið gjørdist vinnari av ársins Winther Heiðursløn fyri sjónvarpssendingina Skálafjarðartunnilin, kosta hvat tað kosta vil og tað sum er sagt í tíðindunum í sambandi við málið. Dómsnevndin sigur í grundgevingini, at upprunaliga er talan um tvey mál og tvær ymiskar journalistiskar uppgávur, men málini eru so tengd hvørt at øðrum, at ikki ber til at heiðra øðrum og ikki hinum. ES setti eina røð av nýggjum tiltøkum í verk í gjár. M.a. fingu 12 russarar og ukrainar forboð fyri at koma til ES lond samstundis sum forboð er sett fyri at teir kunnu hava virksemi í ES londum. Tilsamans 33 fólk úr Russlandi og Ukraina eru nú á listanum, sum ferða og virksemiðforboðið er galdandi fyri. Tað er harmiligt, at ES hevur tikið hesi stig, sigur Alexander Luka sjevitj, talsmaður í russiska uttanríkisráðnum. Vit halda, at best man vera at venda aftur til skilagott samstarv, men Russland tilskilar sær rætt til at svara aftur upp á tað, sum rakar landið, sigur Alexander Lukasjevitj. Danin, Karsten Jacob Møller, ið er serkønur í russiskum viðurskiftum sigur við Jyllands Postin, at tiltøkini koma ikki óvart á Russland. Tey eru so avmarkað, og í Russlandi vita Vladimir Putin forseti og stjórn hansara, at støðan fer at koma í rættlag aftur. Tað sóu vit í Georgia í 2008, sigur Karsten Jacob Møller. Arbeiðið fevnir um alla dagliga skúlabarnakoyring í kommununi, sum í løtuni er 34 túrar um vikuna millum skúlan á Tvøroyri og skúlan í Trongisvági, har hvør túrur er umleið 3 kilometrar, OG 16 rundtúrar í kommuni um vikuna, har hvør túrur eru um 20 kilometrar. Kravið til tann, sum fær koyringina, at hann skal kunna flyta 40 børn, at bussar, sum verða brúktir til skúlabarnaflutningin lúka øll galdandi trygdarkrøv og eru reinir og nossiligir. Xi Jinping skal eisini vitja í Fraklandi, Týsklandi og Belgia, og meðan hann er í belgiska høvuðsstaðnum Brússel vitjar hann sjálvsagt eisini ES høvuðsborgina. At so stór sendinevnd er komin til Vesturevropa við kinesiska forsetanum á odda hevur stóran áhuga í evropeiskum londum, ikki minst tí tað frættist, at umboð fyri kinesisk flogfeløg møguliga fara at bíleggja 150 Airbus flogfør, áðrenn farið verður heimaftur til Kina. So er spurningurin um ES londini fara at gera vart við støðuna, nú Russland hevur tikið Krim hálvoynna frá Ukraina. Kina og Russland hava ofta somu støðu í ST trygdarráðnum. Seinastu fýra árini hevur Ísland forvunnið 4,4 miljardir uppá útflutningin av makreli, sum íslendsk skip hava fiskað. Íslendingar fáa góðan prís, og hava fingið fótafesti á fleiri marknaðum, og tí hava íslendingar, sambært Kystmagasinet, ongan áhuga í at gera eina avtalu við ES og Noreg um makrel. Inntøkurnar eru so góðar, at íslendska hagstovan hevur avgjørt at fjala tøl fyri íslendska útflutningin av markeli, skrivar Kystmagasinet. Tað er tó trupult at samanbera norsk og íslendsk útflutningstøl, tí Noreg útflytir meira rundan frystan makrel, meðan Ísland útflytir avhøvdaðan makrel. Kystmagasinet hevur roynt at fingið upplýsingar um, hvørji lond Ísland útflytir makrel til, og fyri hvønn prís. Men, skrivar Kystmagasinið Íslendska hagstovan er stýrd av politiskum áhugamálum. Hon hevur góð hagtøl, har tú fært upplýsingar um útflutning til ymsu londini, nøgd, prís og hvat slag. Men meðan annar fiskur er væl og virðiliga skrásettur undir rættari HS kotu, er makrelurin fjaldur undir ymsum bólkum, so ikki ber til at finna hann. Granskarar og starvsfólk á íslendsku hagstovuni skúgva tilvitað allan professionellan etikk til viks, og lata politikkin gera av, hvat umheimurin skal hava atgongd til, skrivar Kystmagasinið. Framleiðslur, sum verða útfluttar í smáum nøgdum, eru ikki lættar at finna í útflutningshagtølum, men at næstan allur útflutningurin av meira enn 100.000 tonsum ikki er at finna í íslendsku hagtølunum fyri útflutning býtt út á marknaðir, er ikki vanligt, skrivar Kystmagasinet. Tær kanska mest hugtakandi løturnar hjá Árna Dahl í skúlanum í Klaksvík vóru, tá sóknarpresturin Johan Nielsen var vikarur. Hann bergtók næmingarnar við sínum fram úr frásøgukynstri. Eftir realskúlan var Árni niðri eitt hálvt ár. Tá hernaðarmyndugleikarnir høvdu boð eftir honum, fór hann heimaftur og arbeiddi hjá Corona Radio eitt skifti. Árni hevði áhuga fyri ítrótti. Hann var føroyameistari í dreingjadeildini í fótbólti við KÍ í 1962. Á aðalfundinum hjá Grindamannagfelagnum, sum var hildin í Norðurlandahúsinum í gjár, var nýggi mønustingarin viðgjørdur. Frá 1. maj 2015, verður lógarkrav, at mønustingarin skal nýtast. Mønustingarin hevur verið nýttur seinastu 15 árini, sigur Jústines Olsen, djóralækni, sum nú heldur at endaliga sniðið er funnið. Grindamannafelagið hevði aðalfund í gjár, og eitt av evnunum, sum var viðgjørt, er nýggi mønustingarin, sum verður lógarkravdur frá 1. maj 2015 Grein 25 nevndin, ið skal viðgera lønirnar hjá landsstýrinum og løgmanni hevur nú skipað seg. Allir flokkar hava umboð í nevndini, og Bárður Nielsen úr Sambandsflokkinum, er valdur til formann í nevndini. Næstformaður er Kristina Háfoss úr Tjóðveldi. Hinir limirnir í nevndini eru Jákup Mikkelsen og Joen Magnus Rasmussen úr Fólkaflokkinum, Bill Justinussen úr Miðflokkinum, Kári P. Højgaard úr Sjálvstýriflokkinum, Aksel V. Johannesen og Eyðgunn Samuelsen úr Javnaðarflokkinum og Poul Michelsen úr Framsókn. Á tingfundinum 19. mars varð avgjørt at seta eina grein 25 nevnd at viðgera lønirnar og samsýningarnar hjá løgmanni og landsstýrismonnum, eftir at løgmaður legði eitt uppskot fyri tingið, ið broytti munandi um lønarviðurskiftini hjá landstýrinum. Grein 25 nevndir verða valdar eftir grein 25 í tingskipanini. Í staðin fyri útveiting, ella privatisering, má farast undir at útvega góð skip við nútíðar hentleikum, skipa siglingina so at hon fevnir um so stóran part av døgninum sum gjørligt, at títtleikin er góður og at ferðakostnaðurin er rímuligur, skrivar Útoyggjafelagið á heimasíðuni. Tað kom skilliga til sjóndar á eyka býráðsfundinum í síðstu viku. Og borgarstjórin er í øðini eftir fundin. Marin Katrina Frýdal í Tjóðveldi atkvøddi ikki fyri einum uppskoti um at raðfesta íløgurnar hjá kommununi av nýggjum. Ætlanin at dagføra Sundsvegin, tí fjarhitarør skulu leggjast oman í Gundadal, er útsett. Býráðið samtykti at bíða við teirri iløguni. Men Marin Katrina Frýdal vil hava arbeiðið gjørt nú. Hon skrivar á sínari heimasíðu, at Tekniska nevnd fyri langari tíð síðani hevur avgjørt, at Sundsvegurin skal dagførast fyri at kunna taka ímóti alsamt vaksandi ferðsluni til høvuðsstaðin. Samstundis skulu fyrireikingar gerast til at leggja fjarhitarør í vegin. Ætlanin at gera alt um somu leið, dagføra Sundsvegin og fáa fjarhitan oman í býin. Á eyka býráðsfundinum í síðstu viku fekk Marin Katrina Frýdal ført í gerðarbókina, at hon mælir til at útvega eitt fakligt tilmæli frá teknisku umsitingini hjá býráðnum, Fjarhitafelagnum og SEV um at dagføra Sundsvegin og at fáa fjarhitan oman í Gundadal. Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at Marin Katrina Frýdal hevur sett seg uttan fyri samstarvið í býráðnum um íløgurnar í 2014. Ikki at taka undir við einum so týðandi máli sum ein íløguætlan er, er tað sama sum ikki at taka undir við teimum ætlanum, sum verða lagdar fyri árið, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri. Henda gongdin sleppur ikki at halda fram, sigur hann. Setir ein seg uttanfyri, tá endalig atkvøðugreiðslu er, og enntá fer út í fjølmiðlarnar at heita á býráðslimir um at taka borgarstjóran av ræði, so fylgir ein ikki okkara mannagongdum. Og tað skal ikki halda fram uttan avleiðingar, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommununu, á heimasíðuni hjá kommununi. Íløguætlanin hjá Tórshavnar kommunu fyri 2014 er 185 milliónir krónur Ætlanin er at byggja millum annað dagsstovn í Kollafirði, judo og borðtennishøll í Gundadali, fótbóltsvøll í Hoyvík og ítróttarøki á Argjum. musikkskúla og brúgv um Sandá. Nets kallaðist fyrr fyri PBS. Bain capital, Advent International og danski pensjónsgrunnurin ATP hava í felag latið 17 milliardir krónur fyri fyritøkuna, nú hon er seld. 186 peningastovnar, teirra millum føroysku peningastovnarnir, eiga í felag Nets, sambært Ritzau. Nets umsitur, umframt dankortið, eisini aðrar talgildar skipanir í norðurlondum, eitt nú NemID í Danmark. Samráðingar hava verið um Nets eina tíð. Men í morgun varð váttað, at semja var um ein prís. Handilin er ikki endaligur fyrr enn seinni í ár, tí myndugleikarnir skulu góðkenna handilin fyrst. 628 milliónir krónur. So nógv varð útgoldið í lønum í Føroyum í februar mánað, og hetta er tann næst besti mánaðin nakrantíð, skrivar Hagstovan á heimasíðuni. Seinasta metið var í september 2013, tá 629 milliónir vórðu útgoldnar. Síðan september 2013 fullu útgjaldingarnar, men í februar fóru útgjaldingarnar uppaftur. Seinasta árið hevur rákið víst vøkstur, størstan vøkstur í heyst. Men seinastu tíðina er ferðin hasað av, og vísir rákið nú, at lønirnar vaksa um 0,2 um mánaðin, sum er ein vanligur vøkstur. Tað er umráðandi, at revsingin er harðari í Føroyum enn í Danmark, tá lógin um rúsevni er brotin. Smáar nøgdir av rúsevnum gera størri skaða í Føroyum, sum er eitt so lítið samfelag, halda myndugleikarnir. Rúsevni kosta nógv meira í Føroyum. Tey, sum selja rúsevni í Føroyum hava nógv størri vinning enn tey, sum til dømis selja í Danmark. Dómsvaldið, eisini Landsrætturin, hevur í nógv ár dømt harðari í rúsevnismálum í Føroyum enn í Danmark. Tann rættarvenjan skal varðveitast, halda bæði fútin og landsstýrismaðurin í heilsumálum. Í Danmark ber til at revsa lítil brot á rúsevnalógina við ávaring. Men fútin heldur, at hetta er ov lin revsing í Føroyum. Landsstýrismaðurin í heilsumálum er samdur við fútan. Ásetingin um ávaring er tí strikað í ríkislógartilmælinum. Fútin stúrir fyri, at ásetingin um ávaring kann tulkast sum um lógin er linkað í Føroyum. Lurtari spyr brúkaraumboðið um fyritøkur og handlar ikki altíð skulu kunnað um meirvirðisgjaldið tá tey upplýsa um prís ella lata tilboð. Rannvá Ragnarsdóttir svaraði í morgun Val til Tórshavnar Ungdómrsráð verður dagarnar 24. 28. mars, og tað merkir, at valið byrjar í dag. Valið fer fram um á netinum. Øll ung í Tórshavnar kommunu millum 14 og 22 ár valdagin kunnu velja limir í ungdómsráðið. Í útvarpsstovuni í morgun vóru Katrin Kamban og Eva Winther Nagata, sum báðar ganga í 1. G í Hoydølum, og Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri í Tórshavnar kommunu og prátaðu um Tórshavnar ungdómsráð og valið, sum verður á internetinum. At umsorganararbeiði framvegis er eitt kvinnuøki burturav, sæst serliga væl innan føroyska heilsuverkið. Í løtuni arbeiða bara fýra menn sum sjúkrarøktarfrøðingar, og bara trý av teimum 92, sum lesa til sjúkrarøktarfrøðing, eru mannfólk. Ein teirra er Teitur Vágadal, ið lesur til sjúkrarøktarfrøðing á 4. ári. Men hvussu er at velja sær eitt starv, har so lítil javnvág er millum kynini Morgungestur var Teitur Vágadal. Dómurin kemur í kjalarvørrinum í ákærum um, at fólkini hava myrt ein løgreglumann og framt álop á fleiri onnur sivil fólk í Egyptalandi, skrivar BBC . Myndugleikarnir hava sligið hart niður á viðhaldsfólk hjá Mohammed Mursi, síðan hann fyrst í juli mánað varð koyrdur frá valdinum í landinum. Hundraðtals fólk eru myrd í ófriðnum í Egyptalandi seinastu mánaðirnar, og túsundtals fólk hava fingið skaða í samanbrestum í Egyptalandi. Hóast tey 529 fólkini hava fingið deyðadóm í rættarskipanini í Egyptalandi, er enn ikki heilt vist, at tey øll verða tikin av døgum fyri leiklut sínar í ófriðnum. Deyðadómar verða oftani feldir í Egyptalandi, men tað er verri enn so altíð, at dómarnir verða útintir, sigur ein forsprákari fyri mannarættindum í landinum. Seinasti rættarfundurin verður eftir ætlan 28. apríl. So statt hava deyðadømdu fólkini í Egyptalandi fimm vikur at kæra dómin, so sleppast kann undan hópavrætting. Hetta merkir millum annað, at dagføringin av Sundsvegnum og útbyggingin av netinum hjá fjarhitafelagnum má bíða. Fimm miljónir vóru annars settar av. Tað metir Carl Herup Olsen, ráðgevi hjá felagnum føroyskir peningastovnar. Sambært honum, so eru tað ikki stórar upphæddir, ið føroysku peningastovnarnir fáa burturúr søluni. Samráðingar hava verið um Nets eina tíð. Men í morgun var váttað, at semja var um ein prís. Handilin er ikki endaligur fyrr enn seinni í ár, tí myndugleikarnir skulu góðkenna handilin fyrst. Tað hevur verið mett at vera ósunt at eta sjokulátu, men fleiri og fleiri kanningar vísa, at góð myrk sjokuláta er eins sunn ja, halt tær nú fast sum frukt og grønmeti. Gransking vísir, at myrk sjokuláta minkar um kolesterolið í blóðinum, lækkar blóðtrýstið, hjálpir uppá diabetes, hjarta og æðrasjúkur og minkar um vandan fyri hjartatilburði og heilabløðing. Fiskimálaráðið er av tí uppfatan, at alt tað, ið er uttanfyri fiskidagaskipanina, har kann Fiskimálaráðið, í eini grein níggju, gera júst sum teir vilja. Jens Stoltenberg, fyrrverandi forsætisráðharri í Noregi, verður eftir øllum at døma nýggjur aðalskrivari í NATO. Tað skrivar norska Aftenposten . Blaðið heldur seg vita fyri vist, at bæði David Cameron í Onglandi og Francois Hollande í Fraklandi stuðla Jens Stolbenberg. Anders Fogh Rasmussen hevur verið aðalskrivari seinnu árini. Ráðharrafundur verður í Brússel týsdagin og mikudagin í komandi viku og væntandi verður tað tá almannakunngjørt. Bæði Angela Merkel og Barack Obama hava áður lýst fyrrverandi norska forsætisráðharranum sín stuðul. Ein føroysk konsert var á Operaen á Christiania leygarkvøldið. Nøvnini leygarkvøldið vóru Lena Anderssen, KNÚT, Sámal Ravnsfjall amp Jóan Jakku Guttesen. Sonja Wang Hansen hevur tikið myndirnar. Najib Razak, forsætisráðharri í Malaysia, kunngjørdi fyri løtu síðan á tíðindafundi, at flogfarið hjá Malaysia Airlines, ið hvarv 8. mars, datt niður í Indiska Havið. Tað er við sorg, at eg má kunngera, at vit hava grundaðan illgruna um, at flogfarið datt niður í Indiska Havið, í útsynning úr Perth í Australia, segði forsætisráðharrin á tíðindafundinum. Avvarðandi og familjur hjá teimum 239 fólkunum, ið vóru við vanlukkuflogfarinum hjá Malaysia Airlines, høvdu fingið boðini undan tíðindafundinum, skrivar BBC News á netinum. MH370 flogfarið hvarv á einum túri frá Kuala Lumpur í Malaysia til Beijing í Kina. Í dag eru fimm dagar síðan leitingin í Indiska Havinum byrjaði. Najib Razak, forsætisráðharri í Malaysia, kunngjørdi fyri løtu síðan á tíðindafundi, at flogfarið hjá Malaysia Airlines, ið hvarv 8. mars, datt niður í Indiska Havið. Tað er við sorg, at eg má kunngera, at vit hava grundaðan illgruna um, at flogfarið datt niður í Indiska Havið, í útsynning úr Perth í Australia, segði forsætisráðharrin á tíðindafundinum. Avvarðandi og familjur hjá teimum 239 fólkunum, ið vóru við vanlukkuflogfarinum hjá Malaysia Airlines, høvdu fingið boðini undan tíðindafundinum, skrivar BBC News á netinum. MH370 flogfarið hvarv á einum túri frá Kuala Lumpur í Malaysia til Beijing í Kina. Í dag eru fimm dagar síðan leitingin í Indiska Havinum byrjaði. Vit mugu á besta hátt tryggja, at hálvoyggin fær sínar veitingar, sigur Dmitrij Medvedev. Krim hálvoyggin fær 80 prosent av øllum sínum streymi og vatni frá Ukraina. Medvedev hevur áður gjørt greitt, at Rusland er til reiðar at styrkja síni sambond við Ukraina tó ikki við tey fólk, sum hava tikið sær valdið við blóðugum stríði. Á Facebook skal Medvedev sambært Reuters hava sagt, at tað stýri, sum nýggju leiðararnir í Ukraina nú standa fyri, er sera óstøðugt og at tað fer at enda við kollvelting og meiri blóði. Samstundis sigur Medvedev, at myndugleikin hjá frákoyrda forsetanum, Viktor Janukovitjs, er burtur, men sambært Ukrainsku grundlógini er hann framvegis hægstráðandi í landinum. Um Ukraina heldur, at hann er sekur, so fái hann fyri ein ríkisrætt og dømi hann. Alt annað er lógloysi, heldur russiski stjórnarleiðarin og fyrrverandi forsetin, uttan at koma inn á, at Ukraina hevur biðið um at fingið Janukovitj flýggjaðan út úr Ruslandi. Medvedev sigur í sínum Facebook skrivi, at Rusland ynskir, at Ukraina skal vera sterkt og støðugt, eins og landið skal vera til at líta á og ein búskaparligur vælvirkandi samstarvsfelagi, skriva Ritzau og Reuters. Hann heldur, at sølan av Dan kortinum til USA er enn ein ábending um, at vit eiga at taka aftur allar heimildir at viðgera persónsupplýsingar til Føroya. Hann stúrir eisini fyri, at netbankin, sum nú liggur í Danmark hjá SDC, fer at verða seldur. At Nets er selt til USA fer hvørki at ávirka viðrgerðina av persónsupplýsingum ella kostnaðin at brúka gjaldskortini. Tað vissar formaðurin í Felagnum Føroyskir Peningastovnar um. Ólavur Reinert bóndi sigur frá ymsum søgum úr Norðradali. M.a. um langabban Andrias í Norðradali, sum ætlaði at verða gravsettur á sjálvum Norðradalsskarði, men slepti ætlanini, tí myndugleikarnir settu ov stór krøv. Heiðvík er úr Hvalba, men hon trívist avbera væl í Norðradali og vildi ikki búð aðra staðni. Og døturnar, Angelika, Viktoria og Sisilia, greiða frá sínum djórum og øðrum. Tær halda tað vera avbera gott at spæla í Norðradali, tí her órógva eingir bilar. Svenning og Mina Reinert, sum nú eru pensjónistar, hava síni serligu áhugamál. Svenning hevur altíð havt ross og riðið nógv. Verður lív og heilsan, hevur hann riðið í 65 ár á Ólavsøku í ár. Mina hevur nú betri tíð at skriva og mála, nú hon er pensjónerað, og nógv jørn eru í eldinum. Ólavur Andreasen, bóndi úti á Fløtum, hevur umleið 40 mjólkineyt og harafturat eini 40 ungneyt, og hann letur væl at gongdini á garðinum. Garðurin hevur sína serligu søgu, og mamma hansara, Gertrud, minnist hvussu tað var fyrr, tá allur rómin fór til Frants Restorff í Havn. Tað er niðurstøðan hjá Vinnu nevndini hjá løgtinginum, sum hevur viðgjørt uppskot hjá Gerhardi Lognberg, løgtingsmanni, um stuðul til at keypa triðjalandsfisk at virka í Føroyum. Vinnunevndin sigur í sínum áliti, at vinnan vil ikki hava stuðul. Men vinnan vil hava betri fíggingarmøguleikar, so hon kann keypa fisk úr øðrum londum. Vinnunevndin er samd og mælir tinginum til at samtykkja eitt broytingaruppskot, sum áleggur landsstýrinum at kanna, hvussu ein fíggingarskipan kann gerast, so flakavinnan kann keypa frystan fisk at virka í Føroyum. Vinnunevndin hugsar um eina kredittskipan, sum peningastovnarnir eiga at átaka sær. Við panti í fiskagoymsluni er ikki talan um serliga váðafúsa fígging, tykjast tey flestu samd um, sigur Vinnunevndin. At keypa frystan fisk til virkingar bindur stóran likviditet, tí stórar goymslur skulu fíggjast. Vinnunevndin vísir eisini á, at løgtingið fyri fýra árum síðani samtykti eitt uppskot, sum er, at kalla, tað sama sum uppskotið hjá Gerhardi Lognberg. Løgtingið átti at álagt landsstýrismanninum, sum er hin sami sum tá, at komið við greiðari niðurstøðu av tí arbeiði, sum løgtingið fyri fýra árum síðani bað hann gera. Síðani 2009 hevur Bakkafrost lagt seg eftir at selja laks til Kina. Og í fjør var sølan hagar 122 prosent størri enn í 2012. Tað sigur Regin Jacobsen, stjóri, við heimasíðuna Undercurrent News. Bakkafrost seldi fyri slakar 370 milliónir krónur til Kina í fjør. Knappliga 27 prosent av útflutninginum hjá Bakkafrosti fóru til Kina. Sambært Undercurrent News er tó illgruni um, at norskur laksur fer til Kina gjøgnum Vjetnam fyri at sleppa undan innflutningsbanni í Kina. Stýrið í Kina er ikki so fegið um, at kinesiski andstøðingurin, Liu Xiaobo, fekk friðarheiðursløn Nobels í 2010. Og tað kemur øðrum londum, sum útflyta til Kina, væl við. Freistin at biðja um at fáa sáttmálan endurskoðaðan ella uppsagdan er 1.juli. Hendir einki, heldur sáttmálin fram óbroyttur í fýra ár, til 2018. Norskir reiðarar halda, at framferðin hjá Íslandi ger tað neyðugt at endurskoða sáttmálan. Reiðararnir hugsa um støðuna hjá Íslandi í makrelstríðnum og, at møguleikarnir hjá norskum skipum at fiska sínar kvotur í íslendskum sjógvi eru avmarkaðir. Smogusáttmálin varð gjørdur í 1999 fyri at fáa millum annað íslendingar at gevast við at fiska tosk í altjóða sjógvi í Barensthavinum, í Smoguni, ella Smutthullet, sum norðmenn kalla leiðina. Ísland, Noreg og Russland gjørdu smogusáttmálan. Samstundis fingu norskir myndugleikar heimild til at seta skip, sum fiskaðu í Smoguni, á svartalista og seta teimum forboð móti at avreiða fisk úr Smoguni. Afturfyri slapp Ísland at fiska tosk í norskum sjógvi og russiskum sjógvi. Lurtari vil fegin hava at vita, hvussu hann skal bera seg at, nú hann ætlar at flyta til Íslands. Annita á Fríðriksmørk frá Halló Norðurlond svaraði í morgun, men viðkomandi, sum ætlaði at taka hundin við fekk at vita, at tað var bæði torført og kostnaðarmikið Semingsstovnurin er boðsendur at koma uppí samráðingarnar millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum. Hetta boða sjúkrarøktarfrøðingarnir frá á heimasíðu sínari. Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, vil ikki gera viðmerkingar til, hví tey nú vilja hava semingsstovnin uppí, og hon vil heldur ikki siga, hvat partarnir eru ósamdir um. Føroysku skipararnir á Anitu stóðu fyri navigasjónini, trygdini, pappírsarbeiðinum og dokumentasjónini. Fyrsti stýrimaður, sum er spanskur, hevði ábyrgdina av fiskiskapinum. Trygdin umborð var í lagi, sigur annar stýrimaður, sum var á brúnni, tá Anita misti ein mann. Í kvøld verður sangleikurin Oliver Twist frumsýndur í felagshúsinum hjá Víkingi í Norðragøtu. Morgunsendingin hittir Elsu Mariu Magnusardóttir Olsen, sum spælir Nancy, og John Andersen, ið spælir bæði Harra Sowerberry og Bill Sikes. Tingið skal eisini atkvøða um uppskotini hjá Tjóðveldi um broytingar í stýriskipanarlógini. Tey uppskotini ætlar samgongan at fella. Tað er ikki líkamikið, hvar í Føroyum tú ert staddur 20. mars í 2015, um tú ætlar tær at uppliva fullu sólarmyrkingina um okkara leiðir, tá náttúrufyribrigdi verður um eitt ár. Dáta frá NASA vísir, at fulla sólarmyrkingin fer at vara tvífalt so leingi í Norðoyggjum í mun til Suðuroy, har sólarmyrkingin verður stytst av støðunum í Føroyum. Í Norðoyggjum verður sólarmyrkingin í meira enn tveir minuttir, meðan sólarmyrkingin verður helvtina styttri í Suðuroy 20. mars í 2015, umleið ein minutt. Landsstýrið vónar, at stríðið millum Russland og Ukraina verður loyst diplomatiskt, so friður verður varðveittur í evropeiska nærumhvørvinum. Millum annað hetta sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður í svari til Høgna Hoydal úr Tjóðveldi, sum vildi hava at vita, um landsstýrið hevur lagt trýst á Danmark og ES um at enda boykottið móti Føroyum, sum hevur trýst føroyskan útflutning til Ukraina og Russlands. Til hetta svarar løgmaður, at landsstýrið streingir á ES um at seta úr gildi handilstiltøkini hjá móti Føroyum. Hetta verður serliga gjørt við tveimum altjóða gerðarrættarmálum. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður sigur eisini, at danska stjórnin er vitandi um, hvussu hart ES tiltøkini kunnu raka Føroyar, men at støðan millum Føroyar og ES kann als ikki sammetast við støðuna á Krim Seinnapartin í gjár varð Semingsstovnurin boðsendur at royna at fáa semju í sáttmálatrætuni millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum. Terji Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at fundur var við báðar partar í gjár, og har fekk Semingsstovnurin kunning um støðuna og samráðingargongdina. Nú lesa semingsmenninir tilfarið, sum teir fingu í gjár, og í hesari vikuni, kanska longu í morgin, fara teir at tosa við partarnar hvør sær fyri at vita, um til ber at fáa teir at semjast. Tá kom millum annað fram, at hann skrivaði ikki sjálvur undir manningarlistan, tá teir fóru úr Spania ávegis á fiskileið undir Føroyum. Annar stýrimaður játtaði at fara á politistøðina eftir avhoyringina í Føroya rætti at geva ákæruvaldinum sína undirskrift, so til ber at samanbera hana við undirskriftina á manningarskjalinum hjá Anitu. Um vanlukkuna tann 11.februar, tá Anita misti ein mann, hann fór fyri borð við gørnunum, segði annar stýrimaður, at dekkarin hevði einki at gera har, sum hann var staddur, tá hann bleiv fastur í einum enda og varð drigin fyri borð. Menninir á dekkinum høvdu fingið at vita, at teir skuldu ikki royna at greiða fløkjur, meðan gørnini fóru út. Teir skuldu bíða, til ferðin var tikin av skipinum. Maðurin, sum fór fyri borð, gjørdi ov skjótt av, tá hann skuldi greiða eina fløkju. Annar stýrimaður, sum er úr Spania, er tann seinasti útlendingurin, sum var við Anitu, sum er eftir í Føroyum. Hann skuldi fara av landinum í dag. Hóast hann er ES borgari skal hann hava arbeiðsloyvi fyri at arbeiða í Føroyum. Men hann kann vera her sum ferðamaður í tríggjar mánaðir uttan uppihalds ella arbeiðsloyvi. Ákæruvaldið bað um at fáa báðar stýrimenninar, teir eru spanskir, og tríggjar dekkarar, sum eru úr Indonesia, avhoyrdar í Føroya rætti. Hvørki Sjóvinnustýrið ella politiið eru liðug at kanna viðurskiftini hjá Anitu. Tí vildi ákæruvaldið tryggja sær frágreiðingarnar hjá teimum fimm útlendsku fiskimonnunum, áðrenn teir fara av landinum og kanska ongantíð koma higar aftur. Færri og færri fólk keypa tónleik í iTunes hjá Apple, har brúkarar kunnu keypa einstakar sangir ella heilar fløguútgávur. Tí fer Apple nú kanska at ganga nýggjar leiðir, skrivar MacRumours . Sølutøl frá januar 2014 vátta, at færri og færri Apple brúkarar eru sinnaðir at gjalda fyri tónleik hjá Apple, tá brúkararnir kunnu stroyma tónleikin ókeypis hjá øðrum veitarum á netinum. Tað er serliga ókeypis tænastan Spotify , ið nú ger, at Apple umhugsar at bjóða brúkarum sínum eina sama slag tænastu, har brúkararnir kunnu stroyma tónleik á snildfonum og teldlum ókeypis. Hugskotið, handan nýggju tænastuna hjá Apple, er, at tað ikki skal verða neyðugt hjá Apple brúkarum at gjalda fyri at kunna lurta eftir tónleiki, ið fyrst má keypast, eins og tað nú er hjá Apple. Apple fyritøkan er ikki kend fyri at bjóða nógvar ókeypis tænastur til iPhone og iPad, heldur ikki ókeypis tónleik. Verður hugskotið við ókeypis stroyming av tónleiki veruleiki, kemur tó ein ávís vend í. Hugskotið hjá Apple er ikki liðugt ment og heldur ikki váttað. Fyritøkan er heldur ikki komin við viðmerkingum til tænastuna, síðan netmiðlar kveiktu lív í prátið um nýggju tænastuna í seinastu viku. Í 2011 kom Steve Jobs, sáli, við hugskotinum, at Apple skuldi bjóða brúkarum sínum eina tænastu, har brúkarar kunnu stroyma tónleik á snildfonum og teldlum ókeypis. Hugskotið hjá Steve Jobs legði upp til, at brúkararnir eisini fara at kunna brúka stroyming tænastuna á øðrum snildfonum og teldlum enn Apple, sum til dømis á eindum, ið brúka Android stýriskipanina. Apple fyritøkan er higartil ikki komin við tænastum, ið líkjast teimum hjá kappingarneytunum, eins og Apple heldur ikki beinleiðis fyrr hevur tikið kapping upp við tænastur sum til dømis Spotify. Tað er lóggávutingið í Ukraina, sum í dag hevur koyrt virkandi verjumálaráðharran, Igor Tenjukh, frá fyri handfaringina av kreppuni á Krim. 228 tinglimir av 450 atkvøddu fyri at koyra verjumálaráðharran frá. Síðani samtykti tingið at seta general Mykhailo Koval í starvið sum nýggjur virkandi verjumálaráðharri. Ukraina boðaði í gjár frá, at landið tekur alt sítt hervald av Krim hálvoynni, og í einari yvirlýsing stendur, at ætlanir eru gjørdar fyri, hvat gerast skal við fólk á Krim, sum verða trýst frá húsi og heimi av russiska valdinum. Tað er nú skjótt ein mánaði síðan, at russiski forsetin, Vladimir Putin, fekk heimild frá russiska tjóðartinginum at brúka vald í Ukraina, skriva Ritzau og Reuters. Ófriður er í gøtunum í Kairo í dag, eftir at yvir 500 viðhaldsfólk hjá frákoyrda forsetanum Mohamed Mursi í gjár vórðu dømd til deyða. Politiið brúkti táragass fyri at spjaða mótmælisfólkini, sum eru limir í Muslimska Brøðralagnum. Ein mannarættindatalsmaður fyri ST, Rupert Coville, sigur, at deyðadómarnir eru brot á mannarættindini. Fjølmiðlar í Egyptalandi siga, at dómarin, Said Yusef Sabry, er tiltikin fyri at hava dømt harðar dómar í fleiri ár. Millum annað hevur hann dømt ein mann 30 ára fongsulsrevsing fyri at hava stolið kjólar í einum kjólahandli. Tey 529, sum eru dømd til deyða, eru millum annað funnin sek í at hava dripið ein løgreglumann og fyri at hava gjørt seg inn á politiið, skriva Ritzau og Reuters Hjá fútanum bíða tey nú eftir at fáa úrskriftirnar úr rættarbókini hjá Føroya rætti, nú fimm av monnununum, sum vóru við garnaskipinum Anitu, eru avhoyrdir sum vitni. Fútin sendir síðani Sjóvinnustýrinum málið fyri at vita, um Sjóvinnustýrið heldur, at okkurt revsivert er hent, sum ákæruvaldið eigur at fara í rættin við. Annar stýrimaður, sum varð avhoyrdur í gjár, segði, at eingin brandvenjing var á Anitu teir níggju mánaðirnar, hann sigldi við skipinum Føroyingar eru heimsmeistarar í at ala laks. Vit hava lægsta fóðurfaktor, minst felli og besta smakkin í heiminum. Men tað er vandi í hvørjari vælferð, tí heimsins besta alivinna dálkar umhvørvið. Kjak um dálkandi alivinnuna er seinna evnið í Radaranum. Starvsfólkini í Posta hava verri rættarstøðu enn starvsfólkini í Rúsdrekkasølu Landsins. Hví Tí Posta er eitt alment partafelag, meðan Rúsan er ein almennur stovnur. Landsstýrismaðurin og løgfrøðingur viðgera evnið. Ingi er ikki er bangin fyri at siga sína hugsan um alt, ið rørir seg í samfelagnum, og tað er júst tað, sum hann ger í hesi Brunsj sendingini. Millum annað verður prátað um grindadráp, forboðspolitikk, avlurtingarpakkan, almennar stjóralønir, landstýrislønir og onnur politisk evni. Hóast tingið fyrr í vikuni við aðru viðgerð samtykti lógirnar um, at eldraøkið skal leggjast út til kommurnar á nýggjárinum, eru kommunurnar framvegis ivasamar, tí enn er ógreitt, hvussu nógvur peningur fylgir við. Málið skal hava eina viðgerð afturat í tinginum, áðrenn tað er endaliga avgreitt. Felagið Tign, sum røkir áhugamálini hjá teimum, ið tørvar røkt, stúrir fyri, at røktin verður misjøvn, nú kommunurnar fáa eldraøkið at vit fáa A borgarar og B borgarar. Myndatekstur Betzy Ludvig er nevndarlimur í áhugafelagnum Tign, sum stúrir fyri, at munur verður á røktini, tá kommunurnar yvirtaka eldraøkið. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, sigur, at allir skipabólkar skulu hava burturav. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, er nøgdur við skipanina, sum hon er. Almenningurin og fjølmiðlar fáa innlit í nýggjasta almenna partafelagið. Lógin um innlit í fyrisitingina er galdandi fyri felagið, P F Visit Faroe Islands, stendur í grein 6 í lógaruppskotinum. Tað er fyri at tryggja almenninginum innlit í virksemi felagsins, sum verður fíggjað við játtan í fíggjarlógini, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum. P F Visit Faroe Islands skal yvirtaka rættindi og skyldur, sum starvsfólkini hjá Ferðaráðnum hava yvirtøkudagin. Yvirtøkudagurin er dagurin, tá felagið er skrásett í partafelagsskránni hjá Skráseting Føroya. Lógin um at gera Ferðaráðið til alment partafelag kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Sama dag fer lógin um Ferðaráð Føroya frá 2011 úr gildi, og Ferðaráð Føroya og Ráðið fyri Ferðaráð Føroya verða tikin av. Málið er, at ferðavinnan skal tvífaldast og geva minst eina milliard krónur í umsetningi í 2020. Og arbeiðsplássini skulu tvífaldast og vera 800 til 1000 um seks ár. Heðin Mortensen, formaður í Føroya Kommunufelag krevur framvegis útgreiningar av tí, sum landið ætlar, at kommunurnar skulu yvirtaka innan eldraøkið og heimarøktina á nýggjárinum. Fígging er eisini enn partur av tvídráttinum. Fundur var í Fíggjarmálaráðnum týdagin 25. mars 2014, og kommunurnar skulu aftur á fund við landið í næstu viku. Onnur viðgerð var í tinginum í gjár. Tá samtykti tingið fyrst øll broytingaruppskotini hjá meirilutanum í Trivnaðarnevndini, og síðani samtykti tingið uppskotini um heimatænastu og eldrarøkt, og kommunalt samstarv um heimatænastu og eldrarøkt. Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin halda, at fyrireikingarnar í sambandi við at lata kommununum økini at umsita eru komnar ov stutt. Tí eigur yvirtøkan at útsetast til 1.januar í 2016. Ákæruvaldið hevur appellerað ein dóm, og ein av teimum dømdu hevur skotið sín dóm inn fyri Landsrættin. Hann fekk 40 daga treytaleysa fongsulsrevsing fyri at hava 17 skunkplantur. Ákæruvaldið hevur sent Landsrættinum dómin, har ein maður 28.februar fekk átta mánaða treytaleysa fongsulsrevsing. Men mamma hansara varð frídømd fyri at hava hjálpt honum, tí maðurin hevði sínar skunkplantur í húsunum hjá mammuni. Ákæruvaldið vil tó framvegis hava mammuna dømda, tí hon eigur húsini, har sonur hennara dyrkaði sínar ólógligu plantur. Og hon rindaði, um ikki allan, so ein part av streyminum, sum varð brúktur til at dyrka skunkplanturnar. Og ákæruvaldið hevur ilt við at góðtaka avgerðina hjá Føroya rætti um, at tað ikki kann prógvast, at 219 hampfræ, sum maðurin hevði, skuldu brúkast til at dyrka fleiri skunkplantur. Tað varð maðurin frídømdur fyri í Føroya rætti tann 28.februar. Tað er ikki ólógligt at eiga hampfræ. Men ákæruvaldið vil hava Landsrættin at døma mannin fyri at ætla at brúka hampfræini til at planta fleiri skunkplantur, og tað er ólógligt at dyrka skunkplantur. Tað skrivar heimasíðan hjá norska kringvarpinum, NRK, og vísir til nýggja kanning, sum fiskivinnnugranskarar við Nofima í Tromsø hava gjørt. Kanningin staðfestir, at innanfyri norska toskafiskiskapin verður svikað við tølunum fyri, hvussu nógvur fiskur verður landaður, og at fiskivinnan góðtekur, at tað verður svikað við nøgdini av fiski sum verður landaður. Í fleiri ár hevur verið tosað um ólógligan fiskiskap og landing av toski. Fyri fyrstu ferð hevur ein kanning staðfest, at óreglusemi er í innan toskafiskiskapin. Granskararnir hava fingið upplýsingar um mátarnar, sum verður nýttir til at svika. Fiskimenn og fiskakeyparar nýta serliga tríggir mátar tá teir svika Partur av fiskinum verður seldur svart, og tað verður gjørt við at fiskimaðurin landar meira fisk til fiskakeyparan enn tað verður skrásett og upplýst fyri myndugleikunum. Og fiskakeyparar brúka ein annan hátt at rokna út vektina á fiskinum, ein hátt, sum er í stríð við lógarverkið, og soleiðis verður minni av fiski skrásettur, enn lógin áleggur teimum. Granskararnir á Nofima sendu út spurnarblað til fiskimenn og fiskakeyparar í norsku fiskivinnuni, og 300 svaraðu. 60 prosent av teimum, sum svaraðu, siga seg ikki svika. Hinir siga, at teir svika fyri eitt til 5 prosent av veiðini. Spurdir um, hvussu nógvir fiskimenn og fiskakeyparar lata ikki inn røttu tølini, svara teir millum 5 og 20 prosent. Granskarar hava ikki tøl fyri, hvussu umfatandi óreglusemið er. Men við dagsins prísi fyri tosk hava 5 prosent av toskakvotuni eitt virði upp á 150 miljónir norskar krónur um árið, vísir ein útrokning, sum NRK hevur gjørt. Tað er virðið, tá tað er rokna út frá fyrsta honds prísinum til fiskimannin, meðan marknaðarvirðið av sonevnda svarta fiskinum hevði verið størri. Sambært svarunum upp á spurnarblaðið, krevja fiskakeyparar ofta, at svikað verður við nøgdini ella at fiskimaðurin og keyparin saman svika við nøgdini, skrivar NRK. Í sendingini Brennpunkt hjá NRK í gjárkvøldið var svik í norska toskafiskiskapinum viðgjørt. Í sendingini var samrøða við fiskimenn, sum søgdu, at fiskakeyparar snýta við vektini, tá teir taka móti fiski. Vigingarseðlarnir vísa mundandi minni enn fiskimaðurin sjálvur hevði mett, og í fleiri førum verður fiskurin mettur at vera vánaligari, enn hann í veruleikanum er. Tað gongur væl hjá báðum undirsjóvartunlunum í Føroyum. Tó betri hjá P f Vágatunlinum, enn tað ger hjá P f Norðoyatunlinum, vísa roknskapirnir fyri 2013, skrivar tunnil.fo Í fjør hevði P f Vágatunnilin 5,6 milliónir krónur í avlopi, sammett við hálva millión árið fyri. Sostatt var avlopið hjá felagnum 5,1 millión størri í 2013 enn í 2012. Ársúrslitið í P f Norðoyatunlinum var í 2013 2,6 milliónir krónur, ið er 1,1 millión lakari enn í 2012, tá avlopið hjá felagnum var 3,7 milliónir krónur. Hóast avlopið í 2013 var størri hjá Vágatunlinum enn hjá Norðoyatunlinum, hevði Norðoyatunnilin 4,2 milliónir krónur meira í umsetningi í fjør enn Vágatunnilin. 620.072 akfør koyrdu gjøgnum Vágatunnilin í 2013, í miðal 1.697 akfør um samdøgrið. P f Vágatunnilin hevði ein umsetning í 2013 uppá 21,2 milliónir krónur. 791.604 akfør koyrdu gjøgnum Norðoyatunnilin í 2013, í miðal 2.169 akfør um samdøgrið. P f Norðoyatunnilin hevði ein umsetning uppá 25,4 milliónir krónur. Gev henni eina hond, hoyra vit ofta í staðin fyri at biðja áhoyrararnar klappa fyri henni Eru vit givin at klappa, spyr ein lurtari málsliga ráðgevan. Vár í Ólavsstovu svaraði í morgun Monicka í Holusteini lesur til sóknarhjálpara á Diakonissestiftelsen. Fakið eitur Kristinlæra, mentan og samskiftið, og er málrættað at samskipa vælgerandi arbeiði. Góðan morgun Føroyar tosar við Moniku í Holusteini, samskipara Um eina viku fyllir sjónvarpið hjá kringvarpinum 30 ár. Dagurin verður hildin við fleiri sendingum sum lýsa søguna hjá sjónvarpinum hesi 30 árini. Men hvussu er tilfarið valt út og hvat verður gjørt fyri at hátíðarhalda føðingardagin 1. apríl Vit vóru í klippirúminum í morgun og fregnaðust Ársfrágreiðingini hjá norska Havgranskingarrráðnum fyri 2014 vísur á, at kvotatilmælið frá ICES fyri 2014 var ikki bygt á vísindalig tøl, men nú eru granskar vorðnir samdir um nýggjar altjóða útrokningarhættir. Hóast sakligar grundgevingar eru ímóti, stuðlar Fíggjarmálaráðið ætlanini hjá Vinnumálaráðnum at umskipa Ferðaráðið til almenna partafelagið Visit Faroe Islands. Heldur tað enn onkra óroynda serskipan, sum hevði ført til óvissu um tilknýtið til landsroknskapin ella fíggjarlógina, heldur ráðið. Støðan hjá umskipaða Ferðaráðnum verður mest at líkna við støðuna hjá P f Fiskaaling, sum fær stuðul til raksturin úr landskassanum, men ikki hevur vinnuligt endamál ella virksemi, sigur Fíggjarmálráðið. Umfram at Ársins íverkseti verður avdúkaður, verður ein Innovatións heiðursløn latin eini góðari nýhugsan, eins og ein nýggj Íleggjara heiðursløn verður latin eini góðari íløgu í ein íverkseta. Tað besta hevði verið at fingið nýggjar motorar. Men teir kosta eina góða millión meira enn játtanin er til Sildberan. Tað ber kortini til at fáa motorarnar, sum eru í bátinum, so góðar, at teir væl kunnu brúkast, sigur virkandi stjórin á Strandferðsluni, Regin Jakobsen. Sildberin fer til Klaksvíkar í dag, har hann skal uppstigast. Føroyar spæla tveir HM undankappingardystir í apríl. 5.apríl spæla Føroyar móti Bosnia Hersigovina og 10.apríl móti Norðurírlandi. Randi S. Wardum, Malena Josephsen, Annika Petersen, Laila Pætursdóttir, Monika Biskopstø, Eyðvør Klakstein og Rannvá B. Andreasen, KÍ. Síðani 2005 hava nevndarlimirnir í Fíggingargrunninum verið teir somu, og teir hava fingið góðar 8 milliónir krónur í nevndarsamsýningum frá 2005 til 2012. Men landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fer nú broyta reglurnar og minka samsýningarnar. Formaður er Eyðun á Rógvi, og nevndarlimir eru Eyðhild Skaalum, Eyðfinn Færø, Hildur Gunnarsdóttir, sum eru vald av Fíggjarmálaráðnum, og so hava tey valt Niels Sørensen sum fimta nevndarlimin. Nú løgtingið hevur fyrstu viðgerð av langtíðarleigu av nýggjum havrannsóknarskipi, er greitt, at fleiri samgongufólk ivast um uppskotið er skilagott ikki minst fíggingarleisturin. Løgtingsgrannskoðarin, Reimund Langgaard sammetir rætt og slætt fíggingarleistin hjá Jacob Vestergaard við kreativa bókføring, og Jenis av Rana, samgongutinglimur, heldur, at uppskotið má lýsast betri. Ein annar av løgtingsgrannskoðarunum, partamaðurin hjá landsstýrismanninum, Jóan Magnus Rasmussen, vísir eisini ætlaða fíggingarleistinum frá sær og sigur við heimasíðuna in.fo, at honum ikki dámar leasing. Uppskotini fingu sjey atkvøður frá Tjóðveldi og Framsókn. Tingfólk úr hinum flokkunum atkvøddu í móti uppskotunum, tó var Sjálvsstýrisflokkurin ikki við í atkvøðugreiðsluni, sambært heimasíðuni hjá løgtinginum. Tjóðveldi vil hava almenn samráð og almennar hoyringar í nevndunum hjá løgtinginum. Tjóðveldi vil eisini hava minnilutaverju, so ein triðingur av løgtingslimunum kann fáa lógaruppskot, sum løgtingið annars hevur samtykt, til fólkaatkvøðu, og løgmansval eftir hvørt løgtingsval. Tjóðveldi vil ikki, at undantøk frá almennum innliti kunnu ásetast í serstakari lóg, eins og gjørt var í lógini hjá Kára P. Højgaard, sum var landsstýrismaður í innlendismálum, um Skálafjarðar tunnilin. Samgongan heldur, at í staðin fyri at gera tillagingar í stýrisskipanarlógini, eigur orkan at verða brúkt til at finna breiða politiska og fólksliga semju um stjórnarskipan fyri Føroyar. Eina stjórnarskipan, sum byggir á uppskotið, sum var komið undir land í 2010. Løgmaður ella formenninir í øllum flokkum á tingi eiga at taka stig til hetta arbeiðið, segði meirilutin í Rættarnevndini, sum viðgjørdi uppskotini hjá Tjóðveldi. Í Kringluni í dag fer Tóra í Stórustovu at spæla ein kringlulista, men allarfyrst fara vit at hoyra um eina sera sera spennandi stavikapping, sum SMS hevur skipað fyri. Finalan var leygardagin klokkan 14. og tað vóru 5. flokkur úr Kollafjarðar skúla og 5. flokkur úr Sørvágs skúla, sum kappaaðust. Næmingarnir sum kappaðust, vóru raskir at stava, gita orðatøk og setningar. Úrslitið var javnt, men vinnari var so Kollafjarðar skúli, sum vann eina floksveitslu. Vertir vóru Anita og Angela og dómari var Jóhan. Nú fara vit at hoyra, tá ið kappingin næstan var at enda komin, og tá ið vinnarin var kosin. Eftir at hava hugna sær saman í nakrar mánaðir, hevur elskarinnan gjørt tað liðugt. Hon hevur ikki kenslur fyri honum, men vildi bara hava sex. Eftir stendur hann einsamallur og við hjartasorg. Skal eg bíða eftir henni, ella koma víðari Føroya Landsstýri hevur selt fyri 1,1 milliard krónur í nýggjum lánsbrøvum. Sølan gekk skjótt og væl. Longu eftir trý korter vóru øll lánsbrøvini seld, sigur Føroya Gjaldstova. Tað er Fígging landsins, sum er partur av gamla Landsbanka Føroya, og Nordea Bank, sum hava staðið fyri søluni. Lánsbrøvini vórðu seld umvegis Bank Nordik, Eik Banka og Norðoya Sparikassa. Nýggja lánið skal rindast aftur 20. juni 2019 og er eitt standandi lán við fastari rentu. Effektiva rentan er 1,779 prosent. Meginparturin av peninginum skal nýtast til at rinda skuld aftur, ið fellur til gjaldingar 7. apríl 2014 og 11. juni 2015 og til at fíggja gjaldførishall í 2013 og 2014. Nýggja lánsbrævarøðin verður listað 1. apríl 2014 á keypsskálunum í Íslandi og Keypmannahavn. Ein komandi fríhandilsavtala skal gagna øllum, ikki minst teimum veiku, var boðskapurin hjá forsetanum í USA, Barack Obama, á toppfundinum í Brússel í dag. Eitt av teimum stóru og týdningarmiklu málunum, ið varð umrøtt á toppfundinum í dag, var komandi fríhandilsavtalan millum EU og USA. Eg haldi, tað er týdningarmikið, hjá okkum leiðarum, at hugsa um, at avtalan skal gagna okkum øllum, ikki bert teimum vælbjargaðu, segði Obama. Barack Obama vísir atfinningar, ið hava verið frammi undan toppfundinum í Brússel í dag, frá sær, áðrenn atfinningarsomu røddirnar hava sæð fríhandilsavtaluna. Eg havi arbeitt miðvíst fyri at verja brúkararnar, og eg havi ongar ætlanir at skriva undir avtaluna, áðrenn smálutirnir eru komnir uppá pláss, segði Obama. ES forsetin, Herman von Rompuy, og ES nevndarformaðurin, Jos Manuel Barroso, vóru eisini á toppfundinum saman við forsetanum í USA í dag. Fríhandilsavtalan skal millum annað tryggja meira samstarv tvørtur um Atlantshavið, so tað verður lættari hjá fyritøkum at fóta sær á amerikanska og evropeiska marknaðinum. Ein nýggj avtala er umráðandi fyri at tryggja vøkstur, eisini hjá smærri fyritøkum. Avtalan kann eisini tryggja fleiri størv, segði Jos Manuel Barroso, ES nevndarformaður. Tøl frá Dansk Industri vísa, at ein avtala millum EU og USA kann økja útflutningin hjá Danmark til USA við 27 milliardum og fáa 15.000 fólk í starv, skrivar Ritzau. Marin Katrina Frýdal, býráðslimur í Tórshavnar kommunu, skal svara Heðini Mortensen, borgarstjóra, skrivliga fyri klokkan 10 í dag, um hon er við í breiðu samgonguni ella ikki. Býráðsfundur verður í kvøld. Á skránni er umraðfesting av fíggjarætlanini hjá kommununi, sum Marin Katrina Frýdal úr fyrr í vikuni ikki segði seg kunna taka undir við. Ein dagføring av Sundsvegnum og ein útbygging av netinum hjá fjarhitafelagnum er strikað, og tað hóvaði Marin Katrinu Frýdal illa. Hon mælti øðrum býráðslimum til at taka Heðin Mortensen av ræði á býráðsfundinum í kvøld. Heðin Mortensen krevur í lesarabrævi at fáa skrivliga at vita fyri býráðsfundin í kvøld, um Marin Katrina Frýdal, og vit endurgeva úr brævinum hevur virðing fyri og framhaldandi ynskir at vera partur av breiða samstarvinum, ella ikki. Føroyar hava fingið 2.000 tons av toski, 400 tons av hýsu, 300 tons av upsa og 100 tons av øðrum fiskasløgum í norskum sjógvi, nú Føroyar og Noreg aftur hava gjørt avtalu um sínámillum fiskirættindi. Harafturat kunnu føroysk skip fara í norskan sjógv eftir 10.000 tonsum av toskakvotuni, 900 tons av hýsu og 200 tons av øðrum fiski, sum Føroyar hava fingið frá Russlandi. Norsk skip sleppa at fiska 1.250 tons av longu og blálongu, 1.025 tons av brosmu og 737 tons av øðrum fiski í føroyskum sjógvi. Norsk skip kunnu eisini fiska 80.000 tons av norsku svartkjaftakvotuni í føroyskum sjógvi, sambært avtaluni, sum samráðingarleiðararnir Ann Kristin Westberg og Andras Kristiansen undirskrivaðu í gjár. Makreltrætan gjørdi, at eingin avtala millum Føroyar og Noreg um fiskirættindi var árini 2011, 2012 og 2013. Nakrir trolarar hava longu fingið loyvi frá Fiskimálaráðnum at royna í norskum sjógvi. Tær báðar lógirnar eru grundarsteinar undir rættartrygd og eftirliti hjá borgarunum við virkseminum, sum er í almenna geiranum. Serliga góðar grundgevingar skulu til fyri at sleppa almennum virksemi undan lógunum um fyrisiting og innlit. Ikki er víst á í viðmerkingunum til hetta lógaruppskot, at ferðavinnan er vinna, sum ger tað neyðugt at avmarka hesi rættindini hjá borgarunum, stendur í hoyringarskrivinum. Bárður Larsen, løgfrøðingur og ráðgevi hjá Kommunufelagnum, hevur skrivað undir hoyringarskrivið saman við Heðini Mortensen, formanni felagsins. Vinnumálaráðið hevur broytt lógaruppskotið, so lógin um alment innlit verður galdandi fyri Visit Faroe Islands. Men nýggja almenna partafelagið sleppur undan fyrisitingarlógini. Kommunufelagið tulkar ikki lógaruppskotið soleiðis, at kunningarstovurnar missa rakstrarstuðulin frá landinum. Felagið fegnast um, at stuðulsjáttanin til økisferðavinnuna, kunningarstovurnar, heldur fram óbroytt. Kommunufelagið ger eisini vart við, at hoyringarfreistin, 11 dagar, er alt ov stutt til eina líkinda viðgerð av uppskotinum um almenna partafelagið Visit Faroe Islands. 15. mars, tá evstamark var fyri at søkja eftir kvotu 2, hevði Fróðskaparsetrið fingið 159 umsóknir. Tað eru 35 umsóknir fleiri enn í fjør, skrivar heimasíðan hjá Fróðskaparsetrinum, setur.fo. Kvota 2 er ætlað teimum umsøkjarum, ið ikki hava nóg gott miðaltal frá miðnámsskúla, ella sum hava onnur, javngóð prógv á sama stigi ella hægri Umsøkjarar eftir kvotu 2 eru ofta fólk við fleiri starvsroyndum samanborið við tey, sum søkja eftir kvotu 1, sum í flestu førum nýliga hava lokið miðnámsskúlaprógv. Evstamark fyri at søkja um upptøku eftir kvotu 1 er 1. juli 2014. Fyri trimum árum síðani bar aftur til at søkja eftir kvotu 2, og síðani tá hevur umleið ein fimtingur av teimum lesandi á Setrinum verið innskrivaður eftir hesum leisti. Allir umsøkjarar fáa svar í seinasta lagi mánadagin 14. juli, og umsøkjarin skal vátta fyri 4. august, hvørt hon ella hann tekur við lestrarplássinum. Vit fegnast um nógvu umsóknirnar Hetta er greitt tekin um, at áhugin at lesa á Setrinum er vaksandi, og at tørvurin á einum sterkum Fróðskaparsetri gerst alsamt sjónligari, sigur Sigurð í Jákupsstovu, rektari á heimasíðuni setur.fo. Eini sethús í Krossgøtu í Eysturbýnum í Havn fingu stóran skaða, tá eldur kom í húsini í gjárkvøldið. Fólk sóu royk í húsunum og luktaðu eisini royk. Tey boðaðu Alarmsentralinum frá klokkan 13 minuttir í níggju. Roykkavarar fóru inn í húsini, men einki fólk var inni. Av tí øll vindeygu og allar hurðar vóru afturlatin, breiddi eldurin seg ikki. Fyribils niðurstøðan hjá politinum er, at eldurin er kyknaður við komfýrin. Men tað er ikki staðfest enn. Klaksvíkar kommuna ger nú eina nøgdsemiskanning av barnaansingarøkinum í kommununi. Æltanin við kanningini er at geva hvørjum einstøkum stovni amboð til at eftirmeta og menna sína tænastu. Kanningin byrjar í næstu viku, tá starvsfólk fáa spurningar at svara, og eftir páskir fáa foreldur spurningarnar sendandi. Klaksvíkar kommuna miðar eftir, at úrslitið av nøgdsemiskanningini verður greitt í juni. Tað er trivnaðarnevndin í Klaksvíkar kommunu, sum skipar fyri kanningini. Hesin veturin hevur verið løgin, segði ein gamal maður við meg fyrr í viku. Bara vindur og regn og næstan ongin kavi ella kuldi. Men hevur hetta verið ein løgin vetur og øðrvísi enn aðrir vetrar Tað spurdu vit Hanus Kjølbro í morgun Morgunsendingin sóknast eftir bestu vármyndini. Einasta treyt er, at í minsta lagi eitt fólk er á myndini. Annars er tað bara hugflogið, ið setir mørkini. Hevur tú hug at vera við, so er at posta myndina á okkara facebook vanga ella senda teldubræv til gmf kvf.fo. Vit vóna at síggja nógvar hugaligar vármyndir úr øllum landinum. Mánadagin kemur íslendski fiskimálaráðharrin, Sigurður Ingi Jóhannsson, til Føroya at tosa við Jacob Vestergaard, landsstýrismann, um fiskiveiðusamstarv millum Føroyar og Ísland. Eingin sáttmáli um sínámillum fiskirættindi er gjørdur fyri 2014. Men avtala er tó um, at skipini kunnu fiska í ár eftir sáttmálanum, sum var í 2013. 100 nýggj bátapláss eru komin í bátahylinum á Argjum, nú 170 metrar av flotbrúgvum eru lagdir har. Samstundis eru 30 færri teymar í bátahylinum. Har fer Sjúrður Olsen, formaður í Vinnunevndini hjá býráðnum, at halda røðu. Bátar fara at sigla og rógva inn í bátahylin við bátinum Tór á odda, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, klippir snórin millum bátabrúgvarnar. Marjun Olsen, Øravíkarlíð, Edvin Joensen. Leirvík, Ísak Mikladal, Klaksvík og Uni Danielsen, Hoyvík, eru vald í próstadømisráðið. Og Jógvan Ravnsfjall úr Klaksvík er valdur í Føroya Stiftsstjórn. Tveir listar komu inn til bæði valini, har fýra persónar skuldu veljast til Próstadømisráðið, sum samstarvar við dómpróstin, og ein persónur til Stritsstjórnina at samstarva við eitt alment umboð og bisp. Leivur Højgaard, Saltangará 42 Edvin Joensen, Leirvík 59 Ísak Mikladal, Klaksvík 49 Randi Niclasen, Miðvágur 45 Marjun Olsen, Øravíkarlíð 67 Listin 11 Vallisti 2 Uni Danielsen, Hoyvík 45 Eyðun Lisberg, Kvívík 13 Eilif Samuelsen, Tórshavn 18 Listin 05 Vallisti I Jens Jensen, Tjørnuvík 65 Tummas Lauritsen, Miðvágur 82 Jógvan Ravnsfjall, Klaksvík 91 Listin 10 Vallisti 2 Regin Ellingsgaard, Svínáir 51 Halgir Winther Poulsen, Hoyvík 51 Listin 02 Vinnumálaráðið skal ikki góðkenna lønarviðurskifti og setanarsáttmálar hjá stjórunum í almennu partafeløgunum, sum landið eigur og Vinnumálaráðið varðar av. Vinnumálaráðið varðar av partafeløgunum Posta, Vága Floghavn, Føroya Tele, Fiskaaling, Atlantic og Lív. Men hóast at landið eigur allan partapeningin í feløgunum, so koma setanarsáttmálar, fráfaringar avtalur og lønir hjá stjórunum í hesum feløgum ikki til góðkenningar í Vinnumálaráðnum. Í roknskapinum hjá feløgunum skal standa, hvussu nógv er sett av til lønir til stjórnina, men tað er ikki útgreinað, hvat stjórin fær, og aðrar samsýningar, sum til dømis fráfaringaravtalur og bonus avtalur, eru ikki útgreinaðar í roknskapinum. Og almenningurin kann ikki fáa innlit í hesi viðurskifti, tí partafeløg, sum tað almenna eigur, eru ikki fevnd av lógini um alment innlit. Útvarpið bað fyri seks døgum síðani um innlit í setanarviðurskiftini hjá stjórunum í partafeløgunum, sum Vinnumálaráðið varðar av. Men einki er at fáa innlit í, sigur Vinnumálaráðið í svari, sent útvarpinum í gjár. Vinnumálaráðið skal ikki viðgera og taka støðu til stjóra sáttmálar í almennum partafeløgum, og tí hevur Vinnumálaráðið einki tilfar um tað, sum útvarpið bað um, er svarið. Sambært Vinnumálaráðnum kunnu ráðið og landsstýrismaðurin í Vinnumálum gera vart við sína misnøgd á aðalfundi, og so kann nevndin gera av, um hon fer víðari við tí. Týsdagin 8. apríl hava allir føroyingar møguleika at royna eina slíka roynd. Tey, sum teljast millum gløggastu 2 prosentini, kunnu gerast limir í Mensa. ST aðalskrivarin Ban Ki Moon og kona hansara Yoo Soon taek, eru í hesum døgum í Grønlandi fyri at hyggja hvussu veðurlagsbroytingar hava ávirka í Grønlandi. Ferðin byrjaði í Uummannaq, har Ann Andreasen, føroyski leiðarin á barnaheiminum, tók í móti og bjóðaði døgurða. Morgunsendingin hevur tosað við Ann Andreasen. Herferðin móti grindadrápi hjá djóraverndarfelagsskapinum Sea Shepherd verður herd í summar, tá 500 fólk úr øllum heiminum koma til Føroyar at mótmæla. Tað er ov lætt hjá miðlunum at fáa innlit í politiskar viðgerðir og á tann hátt ávirka úrslitið. Tað heldur Kári P. Højgaard, løgtingslimur. Tíðindaleiðarin í Kringvarpinum, Liljan Weihe heldur hinvegin, at tað átti at verið munandi lættari hjá journalistum at fáa alment innlit í politiska arbeiðið 59 leikarar eru á palli í Víkingahúsinum í Gøtu, har Ria Tórgarð hevur leikstjórnað kenda Charles Dickens klassikaran sum sangleik. Og á Sandi hava tey skrivað eitt sonevnt murder mystery dinner party, ið er sniðkað til hølini hjá Ungmannafelagnum Virkinum. Sóley Danielsen hevur leikstjórnað, og fara hendingarnar fram í fimtiárunum. Vit hava vitjað í Gøtu og á Sandi, har vit hava hitt eitt nú leikstjórar, tónleikarar og leikarar. Og í mentanarálmanakkanum frætta vit um eitt nú festivalin Børn Ung Mentan, ið fer av bakkastokki í Norðurlandahúsinum sunnudagin 30. mars listaframsýning Anne Marie Gøricke og Palla Gregoriussen í Galerie Focus og nýggju bók Rakel Helmsdal, Hon, sum róði eftir ælaboganum . Sjey mans hava sett sær fyri at klintra upp á toppin á Trøllkonufingri. Ein drangur, sum stendur í útsynningshorninum í Vágum og er 313 metrar høgur. Fleiri sagnir og søgur eru knýttar at Trøllkonufingri, og tí er eitt sindur ógreitt, um nakar nakrantíð áður hevur rokkið toppin á dranginum. Vit fylgja serliga feðgunum, Herman og Absalon Eysturoy, sum saman við øðrum, hava tikið stig til hetta bragdið. Meirilutin í rættarnevndini mælir løgtinginum til at samtykja avlurtingarpakkan og harvið geva løgregluni víðari heimildir at avlurta fólk. Meirilutin mælir til broytingarnar, hóast advokatar, hægstarættardómarar og stjórin í Føroya Tele hava funnist at ætlanini. Hoyr samrøðu við Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, forkvinnu í rættarnevndini, í útvarpstíðindunum, sum heldur, at løgreglan má hava neyðug amboð at uppklára álvarsom brotsmál. Alvi Hjelm úr Ægir og Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelagi settu í morgun nýggj føroysk juniormet í somu kapping, skrivar svimjing.com. Minnilutin í Rættarnevndini, Páll á Reynatúgvu og Kristin Michelsen, mælir løgtinginum frá at samtykkja avlurtingarpakkan. Rætturin til eitt frælst og óskert privatlív eigur at vinna á rættinum hjá statinum so víðfevnt at sneyta í øllum okkara privatu viðurskiftum, siga teir báðir tingmenninir. Tað er komið fram í Rættarnevndini, siga teir, at tøknin í uppskotinum ikki tekur atlit at samskifti á netinum, heldur ikki internet telefoni, so sum Skype og Wiper. Páll á Reynatúgvu og Kristin Michelsen mæla tinginum til at strika alt í ríkislógarmælinum, sum hevur við sær inntriv í fráboðanarloyndina, eftirlit, dátuavlesing, og sum bronglar ella avbrýtur radio ella telesamskifti. Men samgongan í Rættarnevndini tekur undir við at geva løgregluni størri heimildir til at avlurta telefonir hjá fólki, sum eru undir illgruna. Politiið hevur biðið um at fáa víðari heimildir, og løgmaður legði fyrst í november ríkislógartilmæli fyri løgtingið um at broyta rættargangslógina í Føroyum. Meirilutin í Rættarnevndini sigur, at leingi hevur verið átrokandi at fingið dagført rættargangslógina fyri Føroyar. Broytingin, sum nú skal gerast, skal geva løgregluni betri møguleikar at kanna grov brotsverk. Ein onnur broyting er um at videoavhoyra børn. Videoavhoyring av børnum verður brúkt millum annað í málum um kynsligan yvirgang. Hetta verður gjørt fyri at barnið ikki noyðist at geva frágreiðing á rættarfundi, har sum nógv fólk eru, eitt nú fólkið, sum er ákært fyri at hava gjørt seg inn á barnið. Videoavhoyringar verða longu brúktar í Føroyum, men nú skulu greiðar reglur um tær setast í rættargangslógina. Børn, sum eru 12 ár ella yngri, kunnu avhoyrast á sjónband. Men Rættarnevndin, og her er nevndin samd, vil hava aldursmarkið hækkað upp í 15 ár. Men har er neyðugt at bíða eftir danska Løgmálaráðnum, sum hevur avgjørt at viðgera spurningin um at hækka aldursmarkið, eisini í Danmark og Grønlandi. Hetta arbeiðið verður liðugt seinast í hesum árinum. Og tá er Løgmálaráðið sinnað at gera uppskot um broyting í føroysku rættargangslógini, so aldursmarkið eisini verður 15 ár í Føroyum. Rættarnevndin fekk málið 14.november og viðgjørdi tað á 11 fundum, áðrenn nevndin helt seg til at skriva álit. Roykjarar, ið hava ætlanir um at leggja av at roykja, gera sær sjálvum eina bjarnatænastu, um teir velja sonevndu e sigarettirnar í vónini um, at tað verður lættari at leggja av at roykja. Tað er høvuðsniðurstøðan hjá viðurkenda tíðarritinum, JAMA Internal Medicine. Niðurstøðuna hevur tíðarritið bygt á spurnarkanning, har 949 fólk vórðu spurd. Lýsingar, ið fortelja fólki, at tað verður lættari at leggj av at roykja, um tey skifta til sonevndu e sigarettirnar, eiga at bannast beinanvegin, sigur ein granskari, ið gjørdi kanningina. Lýsingar, ið lova, at tað verður lættari at leggja av at roykja, um fólk skifta til e sigarettir, skulu bannast, so leingi hetta ikki er vísindaliga prógvað, sigur Pamela Ling, granskari á University of California. Læknar hava ført fram, at sonevndu e sigarettirnar eiga at verða skamtaðar eins og heilivágur er í ávísumlondum. USA og Bretland umhugsa í løtuni, at skamta sonevndu e sigarettirnar fyri at avmrka nýtsluna. Aðrir granskarar hava ført fram, at tað hóast alt er betri, at fólk roykja sonevndu e sigarettirnar enn vanligar sigarettir, tí vandin fyri at doyggja er munandi minni við e sigarettum. Tað var munandi betri enn árið fyri, tá felagið hevði tap. Men árið kundi verið uppaftur betri, um tað ikki var neyðugt at steðga útvinningini á tveimum leiðum, sigur stjórin í Faroe Petroleum, Niels Sørensen. Kvettroyndin hjá Marin Katrinu Frýdal móti borgarstjóranum í Tórshavnar kommunu er eftir ølum at døma miseyndað. Líkt er til, at Marin Katrin Frýdal bakkar. Sambært Heðini Mortensen, borgarstjóra, verður fundur við Marin Katrinu Frýdal seinnapartin, og hesin fundurin verður avgerandi fyri, um hon framvegis er í samgonguni. Ætlanin at byggja ein virknis og umlættingardepil í Sandoynni hevur verið leingi á veg. Men nú er hon komin so mikið langt, at Landsverk bjóðar út ráðgevingina í sambandi við depilin heima á Sandi. Nýggi stovnurin er ætlaður børnum og ungum við serligum avbjóðingum úr øllum landinum. Men fýra pláss verða sett av til sandoyingar. Depilin skal ikki kosta meira enn 12,4 milliónir krónur, og eftir ætlan skal hann vera liðugur í 2016. Í deplinum verða átta kømur og felagshøli til 15 fólk. Sjey bólkar vóru í finaluni, og vinnandi bólkurin gjørdist DipFish frá gymnasialu tøknibreytini á Tekniska Skúla í Klaksvík, skrivar Norðlýsið. Í kappingini European Business Game skulu næmingar stovna eitt hugsað virki, og gera virkisætlan. Vinnandi verkætlanin snúði seg um at gera eina dressing úr livralýsi, sum inniheldur Omega 3 feittsýrur. Teir tríggir næmingarnir, Hávarður Vinjardsson Guttesen, Tummas Vang Magnussen og Baldur Meitil, hava gjørt royndir og funnið fram til ein vælsmakkandi dressing, sum hóskar væl aftur við fiski. Tíggju evropeisk lond luttaka í kappingini, og næmingarnir frá Tekniska skúla hava nú vunnið sær rætt at umboða Føroyar í evropeisku kappingini fyri miðnámsskúlar, sum verður í Italien í summar. Julia Timesjenko varð leyslatin úr fongsli í februar mánað, eftir at hava sitið fongslað seinastu trý árini. Nú er hon til reiðar at taka við forsetaembætinum í landinum. Forsetaval verður í Ukraina 25. mai. Julia Timosjenko sigur, at eitt av fremstu málum hennara, um hon verður forseti, er, at sameina Ukraina eftir ófriðin seinastu mánaðirnar. Eg havi vunnið mær rættindi, ið gera meg vælegnaða at gerast tann næsti forsetin í Ukraina, tí eg havi stríðst ímóti mutri og rotinskapi, sigur Julia Timonsjenko við fjølmiðlar. Julia Timosjenko hevur í tveimum umførum verið forsætisráðharri í Ukraina. Í 2010 stillaði hon eisini upp til forsetavalið í landinum, men tapti tepurt til Viktor Janukovitsj. Kappingin á føroyska lánimarknaðinum er harðnað munandi, og væntandi fara rentulækkingarnar, sum vórðu framdar í fjør, at síggjast aftur í roknskapinum fyri 2014. Úrslitið næsta ár verður væntandi millum 60 og 90 milliónir fyri skatt. Ein hevði 110 milliónir krónur eftir skatt í fjør. Úrslitið fyri skatt var 132 milliónir krónur Fíggjarstøðan javnvigaði við 7,3 milliardum krónum, og eginpeningurin er nú 1,3 milliardir krónur Útlánini hjá Eik eru nú 4,8 milliardir krónur, og innlánini 5,8 milliardir. Bankin rindaði í roknskaparárinum aftur eitt lán, sum varð tikið við statsveðhaldi tað var 1,1 milliard krónur Rentuinntøkurnar og inntøkur av ómaksgjaldi lækkaðu úr 335 milliónir krónur niður í 301 millión í fjør. Bankin lækkaði bústaðarrentuna tvær ferðir í fjør úr 5,75 prosentum niður í 3,75 prosent. Harumframt lækkaði umsitingargjaldið á realkredittlánum niður í 1,7 prosent. Eik sigur, at føroyski búskapurin tykist vera komin í tryggari legu. Tað merkir, at niðurskrivingarnar vóru væl lægri enn í 2012. Samlaðu niðurskrivingarnar í fjør upp á lán og ognir vóru 23,4 milliónir krónur sammett við 61 milliónir árið fyri. Eik er vorðin bíligari at umsita. Umsitingarútreiðslurnar í fjør vóru 63,6 milliónir krónur Tað eru góðar 10 milliónir minni enn í 2012. Ósemja er millum limirnar í Lærarafelagnum, um lærarar, sum hava nýggju fimm ára longu bachelor útbúgvingina, skulu hava meira í løn, enn teir, sum hava fýra ára longu útbúgvingina. Helmingurin av lærarum, sum hava svarað Talis nøgdsemis kanningini hjá Lærarafelagnum, halda, at lærarar, sum hava bachelorútbúgving, skulu hava hægri løn. Strandarlondini Føroyar, Ísland, Noreg og ES eru í dag vorðin samd um, at heildarkvotan av svartkjafti fyri 2014 skal verða 1,2 mill tons. Kvotan, sum strandarlondini býta sínámillum, verður 1.105.000 tons tons. Restin av kvotuni er sett av til altjóða sjógv, har serstakliga Russland hevur søguligan fiskiskap at vísa á. Eins og fyri 2013 var neyðugt við fleiri samráðingarumførum, áðrenn semja fekst. Tær seinastu samráðingarnar hava verið um telefon og teldupostsamskifti millum strandarlondini, við Russlandi sum eygleiðara. Avgerðin um at áseta heildarkvotuna til 1,2 mill. tons er tikin við støði í ráðgeving frá ICES. Talan er um eina munandi hækking í heildarkvotuni samanborið við 2013, tá heildarkvotan var 643.000 tons. Sambært avtaluni millum strandarlondini frá 2005 er føroyski parturin av strandarlanda kvotuni 26,125 svarandi til 288.549 tons í 2014. Føroyar hava í sínámillum samráðingunum við Russland latið Russlandi 75.000 tons av føroysku svartkjaftakvotuni. Í sínámillum avtaluni við ES lata Føroyar ES 2.000 tons av føroysku kvotuni, og ES letur Føroyum 15.000 tons av teirra. Samstundis sum strandarlondini eru vorðin samd, eru eisini gjørdar sínámillum avtalur millum Føroyar og Noreg og millum Noreg og ES um atgongd hjá norskum skipum at fiska ein part av teirra strandarlandakvotu í ávikavist føroyskum sjógvi og í ES sjógvi. Sambært avtaluni millum Føroyar og Noreg kunnu norsk skip fiska 44.180 tons av svartkjafti í føroyskum sjógvi, meðan føroysk kunnu fiska 22.090 tons í norskum sjógvi. Føroyar og ES hava framman avtalað, at føroysk skip kunnu fiska 25.000 tons av síni kvotu í ES sjógvi og ES skip 25.000 tons í føroyskum sjógvi. Jacob Vestergaard er væl nøgdur við avtalurnar Svartkjaftaavtalan økir munandi um veiðimøguleikarnar hjá føroyskum skipum í 2014. Við hesi avtaluni og avtalunum, ið frammanundan eru gjørdar við ES og Noreg, eru forðingarnar, sum ES og Noreg settu Føroyum í sambandi við makrelósemjuna í 2011, ruddaðar av vegnum, sigur Jacob Vestergaard. Hann ásannar kortini, at stríðið um viðurkenning um rætt Føroya til tilfeingið ikki er liðugt, men frá føroyskari síðu vilja vit líta frameftir í okkara samstarvi við hini strandarlondini. Felagið hevur avgjørt at steðga á, eftir at hava nýtt 250 til 300 milliónir krónur til oljuvirksemið í Føroyum, tí her er dýrt at leita, sigur Nils Sørensen, stjóri. Avgerðin um at steingja byggir millum annað á, at felagið hevur rakstrarhall og at undirtøkan frá skrásettu fyritøkunum ikki hevur verið góð. Nevndin fer at mæla partaeigarunum til, á aðalfundi felagsins, at stegða øllum virksemi, og at eginpeningurin verður útgoldin partaeigarunum. Men tað er umráðandi fyri fólkaræðið, at tey ungu blíva tíðliga tilvitað um fólkaræðið, heldur Jens Kristian Svabo Justinussen, samfelagsfrøðingur. Hinvegin, so eru nøkur fá pláss eftir til skipara, og tað tekur hálvt annað ár at lesa, og pláss eru eisini eftir til maskinist útbúgvingina, ið tekur 7 mánaðir. Løgreglan fekk um 8 tíðina í morgun fráboðan um eitt arbeiðsóhapp í Havn. Menn vóru í fer við at umvæla tekjuna á bygninginium hjá Noma Tek í Vesturbýnum í Havn. Ein 31 ára gamal maður datt niður av tekjuni 7 8 metrar niður á betonggólv. Vakthavandi á politistøðini í Havn sigur, at maðurin hevur fingið álvarsligan skaða. Arbeiðseftirlitið kannar nú, hví óhappið hendi. Løgreglan skal nú avhoyra fólk, ið vóru vitni til hendingina í morgun, tá maðurin datt av tekjuni. Filmurin Vetrarmorgun, sum Sakaris Stórá hevur skrivað og leikstjórnað, vann virðisløn á filmsfagnaðinum í Berlin herfyri. Vetrarmorgun var ein av fýra filmum, sum varð heiðraður í The Special Prize of The Generation 14 Plus kategoriini. Vetrarmorgun hevur verið sýndur alment í Føroyum nakrar fáar ferðir, men kortini munnu tað vera lutfalsliga fá, sum hava havt høvi at síggja henda virðislønta føroyska filmin. Heini Gaard, sum hevur lisið filmvísund og Høgni Djurhuus, sum hevur stóran áhuga fyri filmi og var ein hin ídnasti í Filmsfelagnum frá fyrstan tíð, ummæla filmin Vetrarmorgun. Landsstýrismaðurin í vinnumálum ávarar nú telefeløgini móti at seta prísirnar ov høgt. Tí annars verður Fjarskiftiseftirlitið biðið um at lækka prísirnar. Telesamskifti kostar ov nógv í Føroyum, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum. Seinastu árini hevur verið arbeitt við at lækka prísirnar fyri samskiftistænastur. Men hetta gongur ov seint og meira eigur at vera gjørt fyri at lækka prísirnar. Johan Dahl hevur svarað einum fyrispurningi frá Kristionnu W. Poulsen, løgtingskvinnu. Trupulleikin er antin í kervinum, har Føroya Tele hevur monopol, ella í tænastunum, sum eru duopol hjá Vodafone og Føroya Tele. Fjarskiftiseftirlitið fekk fyrst í hesum árinum eitt amboð til at hava eftirlit við kervinum. Ítøkiliga úrslitið er, sigur Johan Dahl, at prísurin á nøkrum kervistænastum er nógv lækkaður eftir avtalu við Føroya Tele. Fjarskiftiseftirlitið væntar, at prísurin á fleiri kervistænastum fer at lækka. Um kappingin um tænasturnar er virkin, eiga hesar príslækkingar at koma brúkarunum til góðar. Og so kemur landsstýrismaðurin við einari ávaring til telefeløgini. Tí blíva tænasturnar ikki bíligari, er neyðugt við ítøkiligum inntrivum í tænastupartin. Til hetta verður óivað neyðugt at víðka heimildirnar hjá Fjarskiftiseftirlitinum til beinleiðis at kunna áseta prísin á fjarskiftistænastum. Um tað kemur til tað, so kann grundleggjandi spurnartekin setast við, um tað framhaldandi er rætt at hava frían marknað á fjarskiftisøkinum, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður. Hann sigur eisini, at landsstýrið ætlar at gera nýggja fjarskiftislóg. Tann lógin skal millum annað forða fyri, at telefeløgini misbrúka marknaðarstøðuna. Í heyst verður ráðstevna í Føroyum um kapping og stýring í smátjóðum, har marknaðurin er avmarkaður. Ráðstevnan skal viðgera fjarskifti, flogferðslu og orku. Pedagogfelagið fer her í vár at seta sosialpedagogikkin á dagsskánna við fleiri tiltøkum. Tað fyrsta er í dag, har felagið hevur ein evnisdag um sosialpedagogikk, tí sum felagið sigur, so er sosialpedagogikkurin um at hvørva. Men hvat merkir tað og hvat er sosialpedagogikkur fyri nakað Tað greinaðu vit í morgun. Í útvarpsstovuni vóru Maud Wang Hansen forkvinna í Pedagogfelagnum og Benny Andersen formaður hjá donsku sosialpedagogunum. Fleiri enn 500 fólk hava tippað á heimasíðuni hjá kvf.fo, og tað er einki at ivast í, hvør er størsti favoritturin. Heili 98 prosent vænta, at EB Streymur vinnur á Skála. Tá Kringvarpið vitjaði hjá Tórshavnar kommunu hósdagin, eitt samdøgur áðrenn valstaðið á internetinum letur aftur, hevði einans tíggjundi hvør atkvøtt til Tórshavnar ungdómsráð. Hóast valluttøkan í gjár ikki var at meta sum høg, skal ungdómsráðið í høvuðsstaðnum takast í álvara, tí tað hevur týdning fyri fólkaræðið, heldur Jens Kristian Svabo Justinussen, samfelagsfrøðingur. Familjukonsert verður í Norðurlandahúsinum komandi viku. Tað er íslendski leikurin Boðberissekkurin, sum Kristina Sundar Hansen hevur týtt leikin til føroyskt. Ein lurtari er komin illa fyri, tí hann eitt kvøldið skonkti 17 ára gamla soninum og einum vinmanni hjá honum øl. Gestirnir í Also siga, at feilurin er, at hann hevur skonkt fyri einum 17 ára gomlum, sum hann ikki eigur sjálvur. Runavíkar Kommuna yvirtekur nú skjalasavnið hjá reiðarínum Beta við Olaf Olsen. Talan er um 3.000 ringbind við skjølum frá einum 30 ára skeiði innan føroyska fiskivinnu. Skjølini fevna um manningarlistar, lønir, avreiðingar, proviantering ja, snøgt sagt alt, sum hevur við rakstur av bátum at gera. Í sjónvarpsstovuní í morgun vóru komnir Olaf Olsen, sum letur alt savnið til Runavíkar kommunu og Magnus Rasmussen borgarstjóri, sum fær øll skjølini at varðveita. Ásbjørg Hjelm úr Ægir setti í morgun nýtt føroyskt juniormet í 50 metra bringusvimjing. Ásbjørg kom á mál við tíðini 35.44 sekund. Svimjing.com skrivar, at hetta er fyrstu ferð, at Ásbjørg fær skrásett eina tíð í 50 m. bringu á langgeil. Allíkavæl megnaði hon at taka føroyska juniormetið sum var 35.69. Tað verður 1. januar í 2015, at kommunurnar fáa eldraøkið og heimatænastuna. Løgtingið samtykti endaliga fyrrapartin uppskotini um heimatænastu og eldrarøkt og kommunalt samstarv um hesi øki. Á tingfundinum í morgun atkvøddu 18 atkvøddu fyri og tíggju ímóti. Enn eru allir súðir tó ikki syftar í ætlanini hjá landsstýrinum at lata kommunurnar yvirtaka heimatæanstu og eldrarøkt. Uppskotið um viðurskiftini hjá starvsfólkunum er í Rættarnevndini, og uppskotið um pengarnar, sum kommunurnar skulu fáa frá landinum fyri at yvirtaka heimatænastu og eldrarøkt, er ikki komið í tingið enn. Í Brunsj greiðir Sakaris Emil Joensen millum annað frá síni tónleikaligu bakgrund. Pápi hansara er sangarin Martin Joensen, og tónleikur hevur altíð verið ein sjálvsagdur partur av lívinum hjá Sakaris. Umframt at spæla við øðrum føroyskum bólkum, gevur SAKARIS eisini sangir út í egnum navni. Komandi mánaðirnir fer hann at geva út tríggjar nýggjar sangir, og í Brunsj verður tann fyrsti av hesum frumframførdur. Hoyr sendingina her. Gestur hesaferð er smiðjurin Sverri Mortensen á Argjum, sum alla sína tíð hevur búð uppi á Geil. Har situr hann framvegis í húsunum, sum foreldur hansara bygdu fyri meir enn 100 árum síðan. Á Geil búði eisini abbi hansara Gamli Palli, og Sverri vaks upp saman við sínum mongu systkjum. Pápin var skiparin Mortan á Argjum, og mamman Rakul var úr Leynum. Rakel Helmdal, er ein tann virknasti barna og ungdómsrithøvundurin í Føroyum. Rakel er 47 ár, hon hevur búð meginpartin av ævi síni í Havn, men var í Fraklandi í fimm ár. Hon her kend fyri barnabøkurnar um Hugo og Skrímslið, bøkur hennara eru givnar út í øðrum londum, hon hevur verið tilnevnd og fingið fleiri virðislønir, og tá hon ikki skrivar, so leggur hon øðrum lag á at skriva á skriviskeiðum ella hon stjórnar sínum egna Dukku Teatri. Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelagi sett fyrrapartin nýtt føroyskt met í 800 metra frísvimjing. Tíðin hjá Óla var 8.20.55. Hann tók góð fimm sekund av gamla metinum. 11 ára gamli Beinir í Runavík hevur skrivað fleiri sangir, sum hann sjálvur hevur gjørt løg til. Beinir og beiggi hansara Rani hava góðar umstøður heima at spæla og syngja. Foreldrini hava innrættað eitt fult útgjørt venjingarhøli til børnini í kjallaranum. Diana Leo er framleiðslustjóri Head of Production Operations í stóra danska orkufelagnum Dong Energy. Hon hevur ábyrgd av framleiðslu og rakstri av boripallunum hjá Dong Energy í Norðsjónum. Diana Leo er útbúgvin framleiðslu verkfrøðingur á Verkfrøðiháskúlanum í Keypmannahavn og hevur tikið víðariútbúgvingar í leiðslu og oljuverkfrøði á universitetum í Onglandi og Skotlandi. Seinastu tvey árini hevur Diana Leo eisini verið nevndarlimur í føroyska oljufelagnum Atlantic Petroleum. Jan Muller er stjóri hjá FOÍB, Føroya Oljuídnaðarbólki, ið er áhugafelagið hjá oljufeløgunum, sum hava leitiloyvi í Føroyum. Jóannes Eidesgaard hevur rokkið hægstu politiskum tindum. Hann hevur verið landsstýrismaður, floksformaður, fólkatingsmaður og løgmaður. Dóttir hansara, Ingun Eidesgaard, vildi eisini hava eina politiska karrieru, men tað eydnaðist ikki í fyrstu atløgu. Majbritt Mohr og familja hennara liva øðrvísi enn tey flestu. Tey hava hvørki bil, parabol ella kaffimaskinu, og einki verður tveitt burtur, fyrrenn tað er uppslitið. Eyðun Joensen, sálarfrøðingur, er altíð klárur at fara í grind, og hann etur ofta spik og grind, hóast heilsumyndugleikar ávara um, at hetta er vandamikið fyri heilsuna. Ongantíð áður eru staðfestir so nógvir tilburðir av tuberklum í Føroyum sum í fjør, tá fýra tilburðir vórðu skrásettir. Talið liggur vanliga millum null og tveir. Býráðið feldi fyrst eitt uppskot frá meirilutanum í Teknisku nevnd um at heita á landsstýrið um at útvega kommununum lógarheimild at seta krav um bústaðarskyldu. Meirilutin vísti á eitt løgfrøðiligt upprit hjá Løgdeildini hjá býráðnum, sum staðfestir, at kommunur hava onga heimild til at krevja bústaðarskyldu. Síðani samtykti býráðið eitt uppskot frá meirilutanum í Fíggjarnevndini, sum mælti frá at seta bústaðarskyldu á hús, sum kommunan sjálv selur í miðbýnum í Havn. Eik banki væntar minni avlop komandi ár, orsakað av hørðu kappingini um rentuna. Lága rentan gjørdi, at bankin fekk 34 milliónir krónur minni í rentuinntøkum í 2013 enn í 2012. Kappingin millum føroysku peningastovnarnar er munandi harðnað, og væntandi fara rentulækkingarnar, sum vóru framdar vóru í 2013, at síggjast aftur í roknskapinum fyri 2014. Um ein mánað verður landsroyndin. Tá skulu allir fjórðiflokkar og sættiflokkar í landinum til landsroynd í ár í lærugreinunum føroyskt, náttúra og tøkni og støddfrøði. Talan er um 700 næmingar. Landsroyndin verður fyri fyrstu ferð avgreitt talgilt. Tað vil siga, at allir spurningar hjá næmingunum skulu svarast á teldu, sum ikki er roynt áður. Tí vórðu royndir gjørdar við skipanini hósdagin, til tess at fyribyrgja, at trupulleikar verða, tá landsrondin verður í apríl mánað. Royndirnar hósdagin vístu, at ymiskar tillagingar skulu gerast á skipanina, áðrenn klárt verður at fara undir at halda landsroyndirnar talgildar fyri fyrstu ferð í Føroyum. Økisleiðarin hjá løgregluni fyri Norðoyggjar og Eysturoy, Kári Thorsteinsson, lat í morgun ábyrgdina víðari til eftirmann sín á samkomu á politistøðini í Klaksvík. Tað verður Jógvan Páll Joensen, ið nú tekur við sum økisleiðari fyri Norðoyggjar og Eysturoy, hjá løgregluni í Føroyum, skrivar Norðlýsið . Jógvan Páll Joensen hevur áður starvast á politistøðini í Havn, har hann hevur verið í starvi sum vaktleiðari. Kári Thorsteinsson var økisleiðari fyri Norðoyggjar og Eysturoy í fýra ár. Í dag kom spildurnýggja fløgan Óskrivað Bløð út. Á fløguni eru 16 evnaríkir ungdómar, ið hava fingið møguleikan at fáa hvør sitt lag útgivið á fløgu fyri fyrstu ferð. Tórshavnar kommuna og Klaksvíkar kommuna eru við í altjóða átakinum Earth Hour 60 leygardagin 29. mars. Í ein tíma fara milliónir av menniskjum kring allan heim at sløkkja ljósið fyri at vísa umhvørvinum ans. Tað ber til at tekna seg á facebook síðuni hjá Earth Hour Faroe Islands. Fyrrapartin høvdu 170 fólk boðað frá, at tey sløkkja ljósið í kvøld. Earth Hour var fyrstu ferð hildin í Sydney, Australia í 2007, tá ljósð varð sløkt í ein tíma. Síðani er tiltakið vaksið nógv, og tað fevnir í dag um fleiri enn 7000 býir um allan heim. Endmá lið er at eggja fólki at vísa umhvørvinum størri ans. Tað merkir, at klokkan tvey í nátt skal klokkan flytast ein tíma fram, so hon verður trý. Vit missa altso ein tíma í nátt. Og orkar man ikki at sita uppi so leingi, so ber sjálvandi til at flyta klokkuna áðrenn. Suðuroyar Tjóðveldisfelag stillaði Jónfríð Hjelm upp og Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag stillaði Petur í Gong upp. Eftir atkvøðugreiðsluna og uppteljingina var greitt, at Petur í Gong skal stjórna aðalstjórn floksins komandi árið. Og starvsnevndin hjá flokkinum hevur fingið ein nýggjan lim, tað er John Dalsgarð, sum er nývaldur í starvsnevndina. f lokstingið hjá Tjóðveldi byrjaði í gjárkvøldið og heldur fram í allan dag. Suðuroyar Tjóðveldisfelag stillaði Jónfríð Hjelm upp, og Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag stillaði Petur í Gong upp. Eftir atkvøðugreiðsluna og uppteljingina var greitt, at Petur í Gong skal stjórna aðalstjórn floksins komandi árið. S tarvsnevndin hjá flokkinum hevur fingið ein nýggjan lim, tað er John Dalsgarð, ið er nývaldur í starvsnevndina. F lokstingið hjá Tjóðveldi byrjaði í gjárkvøldið og heldur fram í dag Munurin á hesari útbúgvingini í mun til aðrar er tann, at hendan ikki tryggjar arbeið aftaná. Her skulu fólk sjálvi skapa sær eitt arbeiði. Útbúgvingin eitur Kaospiloterne. Ringa veðrið hevur darvað tilgongdina at læra býarpartin at kenna. Men Ruth Thomsen leggur dent á, at tað týdningarmesta er, at brúkarin kennir økið. Seinnapartin mánadagin varð Semingsstovnurin boðsendur at royna at fáa semju í sáttmálatrætuni millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum. Tey royna at gera nýggjan sáttmála fyri tann, sum fór úr gildi 1.oktober í fjør. Terji Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at teir tosa framvegis við partarnar, men tað verður ikki fyrr enn mitt í næstu viku, at kallað verður til endaliga semingsroynd. Hvørgin parturin hevur boðað frá arbeiðssteðgi, tað er verkfalli ella verkbanni. Stóra ósemjan er um lønina og um eftirlønina hjá tímaløntum. Umframt Terja Sigurðsson er Símun Absalonsen semingsmaður. 1.500 og 2.000 metra teinarnir í kappróðri eru strikaðir næstu tvey árini. Aðalfundurin hjá Róðrarsambandi Føroya hevur samtykt, at næstu tvey árini skal bert rógvast á 1.000 metrum í vaksnamannaróðrinum. Hetta merkir, at 8 og 10 mannaførini, sum í fjør róðu 2.000 metrar, í ár skulu rógva sama tein, sum allir hinir bátarnir nevniliga 1.000 metrar. Vit gera hetta sum eina roynd næstu tvey árini, og tað er serliga við fyrireikingunum í huga og við vónini um at fáa fleiri manningar at luttaka í størstu bátastøddunum, sigur Jan Herman Hansen, formaður í RSF. Ein av grundgevingunum fyri ikki at stytta teinin hjá størstu bátunum niður í 1.000 metrar er, at avbjóðingin er ov lítil fyri rógvararnar, sum hava róð 1.500 og 2.000 metrar seinastu mongu árini. ÍF og Fleyr eru liðini sum spæla um FM heitið í bestu flogbóltsdeildini hjá monnum. Fyrra finalan varð spæld á Kambsdali í kvøld. ÍF vann dystin 3 0. Settúrslitini 25 21, 25 20 og 25 23 . Fleyr hevur enn møguleika at vinna FM heitið. Tríggir leikdagar eru settir av til finalurnar, men um ÍF vinnur seinnu finaluna er alt avgjørt við tveimum finalum. Hetta skrivar Hagstovan á sínari heimasíðu. 638 kvinnur eru arbeiðsleysar í løtuni, meðan 507 menn eru uttan arbeiði. Hetta merkir, at 5,1 prosent av kvinnum eru arbeiðsleysar, meðan talið fyri menn er 3,5 prosent. Lutfalsliga størsta arbeiðsloysið var í Sandoyar Sýslu, 8,4 prosent. Minst arbeiðsloysið er í Eysturoyar Sýslu, har 3,5 prosent eru uttan arbeiði. Vísandi til omanfyri nevnda mál um deyðsvanlukkuna umborð á garnaskipinum Anitu, vil undirritaði hervið koma við einari áheitan á Sjóvinnustýrið um, at Sjóvinnustýrið beinanvegin kunnar skiparan umborð á Anitu um, at skipið skal sigla heim til Føroya í einum kanningarendamáli og tí at sjófrágreiðing skal gerðast í málinum skjótast gjørligt. Hetta kann Sjóvinnustýrið gera sambært lóg um trygd á sjónum viðvíkjandi siglingarbanni , skrivar Henrik Weihe Joensen til Sjóvinnustýrið 20. februar. Henrik Weihe Joensen er ráðgevi innan trygd og tilbúgving, og hevur fyrr starvast sum tilbúgvingarstjóri og sum stjóri fyri MRCC Tórshavnradio. Tað var 11. februar, at ein vanlukka hendi umborð á Anitu, sum hevði við sær, at ein indonesiskur sjómaður lat lív. Anita kom tó ikki til lands, og helt fram at seta gørn í slakar tvær vikur afturat. Hans Jóhannus á Brúgv, stjóri á Sjóvinnustýrinum, segði við fjølmiðlarnar, at hann helt ikki, at Sjóvinnustýrið hevði heimild til at biðja skiparan á Anitu um at sigla heim orsakað av deyðsvanlukkuni. Hans Jóhannus á Brúgv helt ikki, at tað var ov lang tíð, at skipið helt á at fiska í tvær vikur aftaná vanlukkuna. Kapittul 7 33 í lóg um trygd á sjónum er soljóðandi Sjóvinnustýrið kann seta skipi siglingarbann, er tað fongt við brekum, ella eru aðrar umstøður, ið kunnu seta lív ella heilsu hjá teimum, ið eru umborð, í vanda. Eg meti, at 33 omanfyri heimilar Sjóvinnustýrinum, at seta Anitu siglingarbann , skrivar Henrik Weihe Joensen í telduposti til Sjóvinnustýrið. Henrik Weihe Joensen metir eisini, at tað var týdningarmikið at fáa Anitu til lands, fyri at tryggja eitt dygdargott kanningararbeiði. Mannagongdin er, at virksemi, har óhappið er hent, steðgar beinanvegin, soleiðis at umstøðurnar á og nærhendis ástaðið kunnu kannast. Í hesum førinum sum við Anitu, tá skipið er til fiskiskap langt frá landi, so eigur virksemi at steðga skjótast til ber, í hesum førinum, at gørnini vera tikin inn og gjørt verður klárt at sigla til lands. Nýtt virksemi byrjar ikki aftur fyrrenn ástaðið er kannað liðugt , skrivar Henrik Weihe Joensen. Hetta málið við Anitu ábyrgdar eisini føroyskar myndugleikar í einum altjóða høpi í og við, at føroysk reiðaríir seinnu árini eru farin at virka alt meira í altjóðu sjóvinnuni. Eitt skip er eitt arbeiðspláss, og starvsfólk umborð á skipum skulu ikki hava verri sømdir tá tað ræður um trygg arbeiðsviðurskifti og eftirkanning av arbeiðsóhappum enn starvsfólk á arbeiðsplássum á landi Hetta kann sigast at vera eitt slag av einum prinsippmáli fyri eina sjóvinnutjóð sum Føroyar, at avvarðandi myndugleikar taka sína uppgávu upp á seg í einum álvarsmáli sum hesum, har talan er um deyðsfall, at seta neyðug tiltøk í verk í hesum førinum siglingarbann sum myndugleikin hevur fingið heimild frá løgtinginum til í lóg um trygd á sjónum . Eisini hevur hetta málið eisini eitt menniskjaligt perspektiv eitt mist mannalív og ein ógvuslig hending fyri sjófólkið umborð á Anitu, ið eru starvsfelagar hjá tí saknaða sjómanninum, og sum allarhelst hava tørv á eitt slag av einari sálarligari kreppuhjálp . Ein broyting er, at lánini fáa eina áseting, sum forðar rentuni at vaksa meir enn 5 prosentstig í mun til rentuna 12 mánar frammanundan. Hendan ásetingin í lógini hevur fingið fleiri atfinningar, og eru tað summi, sum hava ført fram, at hetta fer at gera lánini dýrari fyri lántakaran. Men sambært greinarum hjá donsku heimasíðuni FinansWatch fer hendan broytingin at kosta lántakarunum at kalla onki. Sannlíkindi fyri at rentan hevur tørv á at vaksa so nógv, er at kalla ongin, og tí er ikki tørvur á at gera lánini dýrari, siga greinarar. F 1 lánini verða eisni veitt í Føroyum, tó við tí muni at føroysku lántakararnir gjalda eitt eyka umsitingargjald til føroysku bankarnir fyri at veita lánini. 3000 sjálvboðin frá Altjóða Reyða krossi og sýriska Reyða Hálvmána royna sum frægast at hjálpa, men umstøðurnar verða lýstar at vera ræðuligar, og heili 34 av hjálparfólkunum hava latið lív, síðani kríggið brast á fyri trimum árum síðani. Reyði krossur Føroya, sum í fjør savnaði pening saman til hjálpararbeiði í Sýria, fer nú undir aftur eitt átak, sum skal varpa ljós á sváru støðuna í landinum og fáa føroyingar at lata eitt oyra at hjálpa teimum neyðstøddu. Felagsskapurin skrivar á heimasíðu sínari, at nærum helvtin av offrunum fyri krígnum eru børn, og at meira enn 9 milliónir fólk hava júst nú bráfeingis tørv á hjálp. Hesar milliónirnar eru flýddar undan bumbum og kríggi annars, men 6 og ein hálv millión eru framvegis stødd inni í sundurskrædda landinum har tey eru avbyrgd frá mati og øðrum grundleggjandi neyðsynjarvørum, sigur Reyði krossur. Óli átti sjálvur gamla juniormetið á 16 08.20. Men í morgun svam hann góð níggju sekund skjótari enn gamla metið, sum hann setti í 2013. Øssur Debess Eiriksfoss hevur bæði gjørt seg galdandi í fimleiki og í frælsum ítrótti í Føroyum. Men síðani at Øssur flutti til Danmarkar í lestrarørindum, er tað fimleikurin hann hevur brúkt frítíðina til. Bólturin, ið er ein ítróttarsending hjá útvarpinum prátar við gull og silvur vinnaran millum kl 17 og 18. Yvirlæknin á Ríkissjúkrahúsinum, dr. med. Thomas Engstrøm, hevur framt skjalafalsan, tí hann hevur broytt skjøl, áðrenn fjølmiðlar hava fingið innlit í tey. Hetta skrivar danska avísin Jyllandsposten í dag. Hetta er bert tann seinasta av einari røð av gølum, sum eru komnar undan kavi í donskum fjølmiðlum seinastu tíðina um Ríkissjúkrahúsið. Gølurnar snúgva seg um misnýstlu av granskingarpengini. Eitt nú hava yvirlæknar keypt sær Mont Blanc kúlupennar, etið á Michelin matstovum, keypt vín frá víninnflytarum og keypt sær privata videoútgerð fyri fleiri tíggjutúsundtalskrónur. Í Danmark verður nú spurt, hvussu hetta bar til Bókhaldararnir hjá Ríkissjúkrahúsinum hava góðkent flytingarnar, og uttanhýsis grannskoðararnir hava heldur ikki tala at. Higartil eru tríggir yvirlæknar meldaðir til løgregluni og eru koyrdir til hús. Danskir fjølmiðlar meta, at upp aftur fleiri læknar fara at vera uppsagdir og meldaðir. Mjølnir kom á odda 2 0 í settum, men síðani svaraði Fleyr aftur. Men Mjølnir kláraðu tó at fáa sigurin í hús á heimavølli í dag, og úrslitið gjørdist 4 1 til Mjølnir. Settúrslitini 25 18, 25 15, 25 21 og 25 19. Seinna finalan verður spæld leygardagin í høllini á hálsi. Vinnur Mjølnir eisini seinnu finaluna, er alt avgjørt. Men vinnur Fleyr seinnu finaluna, verður farið til eina triðju finalu, sum verður spæld komandi sunnudag. B36 Víkingur 2 2 1 2 12 min 1 0 Adeshina Lawal 13 min 1 1 Sjálvmál Símun Joensen 18 min 1 2 Súni Olsen br 94 min 2 2 Jákup á Borg Pál Joensen vann gull á 1500 m frí. Tíðin hjá Pál var 15.12.20. Magnus Jákupsson vann eisini gull. Hann svam 50 m ryggsvimjing við tíðini 26.32. Tó var gleðin tó ikki so stór hjá Magnusi, tí hendan tíðin var ikki nóg góð til komandi EM. Klokkan 13 seinnapartin fer Sjúkrakassagrunnur Føroya at skriva undir avhendingaravtalu við Granskingargrunnin undir Granskingarráðnum. Granskingargrunnurin fær 28 milliónir krónur, ið er fæið í Sjúkrakassagrunninum. Talan er um reiðan pening og bygningin hjá Sjúkrakassanum í Havn. Sjúkrakassagrunnur Føroya fer á samkomu seinnapartin at kunngera, hvussu fæið skal nýtast, til trý høvuðsøki innan heilsugransking í Føroyum. Í 2012 samtykti Løgtingið, at fæið, sum tá var eftir í føroysku sjúkrakassunum, skuldi brúkast til at menna heilsuøkið í Føroyum við atliti til gransking. Meginfelag Sjúkrakassa Føroya og Heilsumálaráðið stovnaðu í apríl 2013 Sjúkrakassagrunn Føroya, ið fekk sum uppgávu at gera leiðreglur fyri, hvussu fæið skal brúkast. Í nevndini fyri Sjúkrakassagrunn Føroya eru umboð fyri Sjúklingaráðið, Meginfelag teirra brekaðu, Landsfelag pensjónista, fakfeløgini á almenna og privata arbeiðsmarknaðinum, Heilsumálaráðið og Meginfelag Sjúkrakassa Føroya. Tað verður nú Granskingarráðið, ið er fyrisitingin hjá Granskingargrunninum, saman við eini faknevnd, sum fer at lýsa við stuðulsmøguleikum, skrivar gransking.fo . Seinnapartin í dag fær partafelagið Atlantic Airways loyvi til at keypa partabrøvini, sum vórðu seld privatum íleggjarum, tá ein triðingur av felagnum varð einskildur í 2007. Felagið hevur eykaaðalfund í Sørvági í dag. Nevndin í felagnum biður eykaaðalfundin um loyvi til at keypa partabrøvini fyri kursin 210. Eingin ivi er um, at felagið fær loyvið at keypa partabrøvini aftur. Tí Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, fer at atkvøða fyri uppskotinum. Tá landið eigur tveir triðingar av Atlantic Airways, er atkvøðan hjá landsstýrismanninum á eykaaðalfundinum, avgerandi. Løgtingið hevur tikið undir við, at føroyska flogfelagið verður 100 prosent alment aftur. Tað fer at kosta Atlantic Airways 72 milliónir krónur at keypa partabrøvini, sum vórðu seld í 2007. Tá, í 2007, var politiska ætlanin at selja ein triðing afturat av felagnum. Men tann ætlanin varð ongantíð framd, og nú er ikki undirtøka fyri henni í løgtinginum. Tey, sum keyptu partabrøv í 2007, kenna seg snýtt, tí partabrøvini hava lítlan og ongan áhuga hjá teimum, sum selja og keypa partabrøv í keypsskálunum. Landið eigur meirilutan í felagnum og landsstýrið ræður tí einsamalt. Minnilutapartaeigarar halda seg hava gjørt eina vánaliga íløgu og hava harafturat onga ávirkan á felagið. Í februar varð so boðað frá, at nú skuldi Atlantic Airways aftur gerast alment burturav. Tað er eingin loyna, at viðurskiftini viðvíkjandi privatiseringini og óvissan, um einskiljingin heldur fram, hava elvt til ófrið rundan um felagið. Slíkt kann ikki halda fram, og tí vil nevndin hava hesi viðurskifti í rættlag. Tað er eisini av alstórum týdningi, at friður valdar kring Atlantsflog, nú lagt verður til brots av nýggjum, segði Niels Mortensen, nevndarformaður, við útvarpið í februar. Læraraskúlin helt til á Vaglinum í Havn, tá Árni Dahl byrjaði har í 1964. Miðbýurin var áhugaverdur og livandi við nógvari ferðslu, fjølbroyttum handlum og matstovum eins og savningarstaðnum Konditarínum. Nógv tíð fór á sjálvum skúlabeinkinum, men stundir vóru eisini til næmingafelagið og blaðið Snarljós. Flokkurin ferðaðist nógv í Føroyum og var á námsferð í Týsklandi. Ein hjáveiða lestrarárini í Havn vóru bæði gamlir og nýggir sjónleikir, sum Eyðun Johannesen skipaði fyri í Sjónleikarhúsinum. Tríggir vinmenn fóru eitt summar rundferð til flestu bygdir í Norðoyggjum. Játtanarkarmarnir eru støðið fyri fíggjarlógararbeiðinum í heyst. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, segði við útvarpið í síðstu viku, at hallið á fíggjarlógini skal vera burtur í 2016, og tað fer at merkjast bæði við øktum inntøkuinntrivum og eisini skerjingum á útreiðslusíðuni. Hann hevur kortini fyrr sagt, at tað verður ómetaliga trupult at fáa hallið burtur í 2016, millum annað, tí ávirkanin av skattaskipanini hevur ikki verið tann, sum roknað varð við. Í fjør fýltist landsstýrismálanevndin á, at fíggjarkarmarnir frá landsstýrinum samsvaraðu ikki við sjálvt fíggjarlógaruppskotið, og nevndin gjørdi greitt, at hetta skal fáast í rættlag. Kringvarpið sendir at stroyma beinleiðis her á heimasíðuni, og útvarpið sendir eisini frá tíðindafundinum í Fíggjarmálaráðnum klokkan 11. Í dag hoyra vit søguna Ein ljót søga. Hetta er ein søga úr bókini Tað ósjónliga barnið, sum Tove Jansson hevur skrivað. Karl N. Hansen týddi til føroyskt. Páll Danielsen lesur. Londini býttu sildakvotuna eftir býtislyklinum, sum var gjørdur í 2007. Heildarkvotan í ár er 418.500 tons. Men Føroyar góðtaka ikki longur gamla býtislykilin. Í fjør áttu Føroyar 32.000 tons sambært býtinum, sum varð ásett í 2007. Men Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, avgjørdi, at føroyska kvotan var 105 túsund tons. Norðhavssildin er illa fyri, lítið legst afturat og árgangirnir síðani 2004 eru smáir. Tí er heildarkvotan so lítil í ár. Hon er góð 200 túsund tons minni enn hon var í fjør. Á heimasíðuni hjá norska Fiskimálaráðnum harmast fiskimálaráðharrin, Elisabeth Aspaker, um, at Føroyar ikki eru við í avtaluni um 2014. Men tað var ikki gjørligt at fáa Føroyar við, sigur hon. Sildakvotan er býtt soleiðis, at Noreg fær nógv mest, 255 túsund 277 tons, Ísland fær 60 túsund 722 tons, Russland 53 túsund 650 tons og ES 27 túsund 244 tons. Eftir eru so 21 túsund 594 tons til Føroya, sum sambært býtislyklinum frá 2007 eiga knappliga 5,2 prosent av kvotuni. Í Westminister í London hava tey nú aftur hótt við, at skotar sleppa ikki at vera partur av gjaldoyrafelagskapinum, um teir fara burturúr. Skotski forsætisráðharrin Alex Salmond rópar tað fyri eitt bretskt ræðuátak. Hetta er ikki fyrstu ferð, at onglendingar hótta okkum skotar við munandi verri umstøðum, um vit taka loysing. Tey ræðast jú, at vit vinna fólkaatkvøðuna. Tað verður verri enn, men vit taka tað ikki fyri fult, sigur hann við bretskar miðlar. Skotski loysingarvongurin hevur viðgongd í løtuni, hóast bæði forsætisráðharrin David Cameron og andstøðuleiðarin Ed Miliband hótta við, at Skotland fer ikki at standa seg uttan fyri samveldið. Í bretska parlamentinum hevur Alistar Carmichael úr Liberal demokratunum ávara bretar, at hetta er ein álvarsom kapping, sum skotsku nasjónalistarnir kunnu vinna. Ein veljarakanning í síðstu viku vísti, at 39 prosent høvdu atkvøtt ja, 46 prosent høvdu atkvøtt nei, og 15 prosent søgdu seg ikki vita, hvat tey høvdu atkvøtt, var val nú. Tann 1. apríl í 2014 eru liðin 75 ár, síðan Føroya Gjaldstova varð stovnað sum danskur ríkisstovnur í Føroyum. Í 1949 yvirtók heimastýrið stovnin, og síðan hevur hann havt um hendi roknskapin hjá landinum og almennum grunnum og stovnum. Spurningurin nú er, um opinleikin eigur at gerast uppaftur størri, so óneyðugt verður at søkja um innlit í viðurskifti, ið kortini kundu verið almenn. M.a. hetta fer Leif Abrahamsen, stjóri síðan 1991, at hugleiða um í síni framløgu. Góðan Morgun Føroyar var í Kvíggjartúni og sendi beinleiðis. Vit tosaðu við Leif Abrahamsen, Annu Højgaard og Vivi Wang Leivur Torvadal eigur flotta gardinbátin Torvadal. Hann er nú farin at rigga bátin til summarsigling. Hoyr prátið við Leiv umboð á bátinum hjá honum, har hann millum annað greiðir frá útgerðini í bátinum. Seinnapartin í dag kemur íslendski fiskimálaráðharrin, Sigurður Ingi Jóhannsson, til Føroya at tosa við Jacob Vestergaard, landsstýrismann, um fiskiveiðusamstarvið millum Føroyar og Ísland. Vanliga plagdu londini at gera sáttmála í januar. Men avtala er tó um, at skipini kunnu fiska í ár eftir sáttmálanum, sum var í 2013, til nýggjur sáttmáli er gjørdur. Millum annað føroysku línuskipini fiska botnfisk í íslendskum sjógvi. Jónsvein Lamhauge, havnameistari sigur at fleiri uppskot eru komin inn, um hvussu Tórshavnar Kommuna fær fleiri bátapláss. Støða er enn tó ikki tikin um fleiri bátapláss verða gjørd í nærmastu framtíð, til tey 200 sum enn eru á bíðilista. Millum annað eru 100 milliónir ov lítið settar av til at lata kommununum fyri eldraøkið. Hoyr samrøðuna við Kristinu Háfoss úr Tjóðveldi her. Spurningurin ljóðar Veit ikki um eg eri einasti foreldur við hesum trupuleika, men børnini klára ikki at ríva seg leys frá Ipad inum. Hevði eg vita tað, eg veit í dag fyri 2 árum síðani, so hevdi eg aldrin funnið uppá at keypt nakran Ipad í húsið. Tad finnast so nógvar apps til Ipad ar í dag. Eg havi leita og leita, men finnið onga app ið kann brúkast. Eg sóknist eftir einar app id eg kann velja nær Ipad urin kann vera aktivur . Altso eg tasti inn til dømis eina viku mánad fram. Dømi Mánadag max. 2 tímar, millum kl. 09 00 amp 20 00 Týsdag stongdur. Mikudag max. 2 tímar tó ikki eftir kl. 20 00 etc. etc. etc. Og einki við at børnini skulu sjálvi aktivera hesa avmarking, men foreldrini aktivera hettar einaferð, so koyrir tad eina viku mánað fram. Vóni at onkur fær hjálpt mær Hevði spart okkum foreldur fyri nógv skeldarí. Umframt at Edvard Nyholm Debess sigur sína hugsan um fløguna, løgini, og um jazz tónleik sum heild, verða fleiri løg av fløguni spæld í sendingini, so lurtarin eisini kann gera sína egnu meting um útgávuna. Hoyr ummælið her. Júst í hesum døgum reka tey allan seyðin heim til hús, so hann kann fáa heilivág, áðrenn lembingin kemur fyri um fáar dagar. Veturin hevur verið óvanliga harður, men kortini halda tey, at seyðurin er hampiliga væl fyri. Lærarin Hilmar Joensen hjálpir til í rættini. Yngru hjúnini í Stóru Dímun, Erla og Janus úr Dímun, fluttu út higar at búgva í eitt ár í fyrsta umfari. Nú hava tey verið í fýra ár og tey trívast væl. Síðani hava tey fingið sonin Óla Jákup, sum skjótt verður tvey ár, og í summar kemur eitt barn afturat. Bóndafólkini Eva úr Dímun og Jógvan Jón Petersen eru felags um allar uppgávurnar á garðinum saman við yngru hjúnunum. Eva greiðir frá arbeiðnum at garva skinn í nýggja framleiðsluhúsinum, og Jógvan Jón ger klárt til raksturin í morgin. Í Dímun hava tey neyt sum mjólka væl, og yngri Janus kirnar smør til húsarhaldið. Nú hevur hann eisini fingið útgerð at gera ost við. Gamli Janus, ið fyllir 90 ár hesa vikuna, greiðir frá abba sínum Janusi, ið var starblindur og varð róptur blindi bóndi. Hann var kortini við í øllum arbeiði og hann datt oman, tá teir vóru til bjarga. Fyri stuttum kom málningur hjá Kristini í Geil av blinda bónda aftur til Dímunar. Hann hevur verið í Skúvoy í mong ár. Hans Jákup Petersen frá SEV er við í tyrluni út í Dímun, og meðan tyrlan er í Suðuroy, ger hann onkra broyting við el motorin í oynni. Málaraarbeiðið rundan um ferðsluoyggjarnar er ikki liðugt enn, sigur Heini Eysturoy, deildarleiðari á Deildin fyri infrakervi hjá Landsverki. Yvirskot skal vera á fíggjarlógini í 2016, men tiltøkini skulu ikki seta vælferðina í vanda. Tað segði Jørgen Niclasen landsstýrismaður, tá hann í gjár legði fram játtanarkarmarnar fyri næsta ár. Andstøðuflokkarnir, Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin, halda, at ríkidømið í uppsjóvar vinnuni eigur at koma einum størri parti av fólkinum til góðar, tí á tann hátt fær landskassin eisini fleiri inntøkur og ta jávnvág, sum skal til. Nú eru meiri enn fimm vikur, síðani garnaskipið Anita kom til lands. Men gørnini hjá Anitu hava staðið alla hesa tíðina og fiskað. Nú eru meiri enn fimm vikur, síðani garnaskipið Anita kom til lands. Men gørnini hjá Anitu hava staðið alla hesa tíðina og fiskað. Sjúkrakassarnir vóru niðurlagdir í febrauar 2010, tá Heilsutrygd varð sett á stovn. Í 2013 varð Sjúkrakassagrunnur Føroya settur á stovn at gera leiðreglur fyri, hvat fæið skal latast sum stuðul til. Fyrsta høvuðsøkið er stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk umframt kanningarverkætlanir, sum kunnu menna heilsuøkið. Hetta økið fær 4 milliónir krónur Annað høvuðsøkið er stuðul til gransking og menning á fimm raðfestum heilsuøkjum. Økini eru heilsa sum sosialt fyribrigdi, heilsa sum medisinskt fyribrigdi, hjartasjúkur, krabbamein og sálarfrøðilig heilsa. Hetta høvuðsøkið fær tilsamans 11,8 milliónir krónur Triðja høvuðsøkið er stuðul til at menna gransking á ella í samstarvi millum Fróðskaparsetrið og Sjúkrahúsverkið og møguliga aðrar viðkomandi føroyskar stovnar á trimum raðfestum heilsuøkjum. Økini eru ígongdsetan av einari ella fleiri masterútbúgvingum á Fróðskaparsetrinum í heilsuvísindum og sosialum arbeiði, stuðul til eina ella fleiri ph.d. verkætlanir í heilsuvísindum, fólkaheilsu ella sosialari heilsu og stuðul til virksemi hjá leiðandi vísindastarvsfólkum í heilsuvísindum, fólkaheilsu ella sosialari heilsu. Til hetta høvuðsøkið eru 7 milliónir krónur tøkar. Kuupik Kleist sigur í eini stuttari fráboðan, at hann leggur frá sær eftir at hava arbeitt fyri flokkin og leiðsluna í IA í 30 ár, og nú hann leggur frá sær, er flokkurin í góðum hondum. Hann verður tó sitandi í landstinginum. Aqqaluaq B. Egede er virkandi formaður í IA hetta til eykalandsfundin. Tað skilst, at hann, Julianne Henningsen og Sara Olsvig, sum umboðar IA í fólkatinginum, øll trý, hava hug at stilla upp til formansvalið. Avstralia stevndi Japan fyri dómstólin í Haag í 2010 fyri ólógliga hvalaveiðu. Avstralia vildi vera við, at Japan brúkti gransking sum grundgeving fyri sína hvalaveiðu, og at talan í veruleikanum er um vinnuliga hvalaveiðu. Tað hevur ST nú givið teimum viðhald í, tí tað vísir seg, at hvalirnir verða serliga seldir sushi matstovum í Japan. Dómurin er, at Japan skal steðga allari hvalaveiðu í suðuríshavinum beinanvegin. International Court of Justice sigur eisini í sínum dómi, at hvalaveiða er óneyðug djórapínsla. Støðan í Japan er øðrvísi enn í Norra og Íslandi. Bæði norðmenn og íslendingar viðurkenna, at hvalaveiðan har eru vinnulig, meðan Japan hevur brúkt gransking sum orsøk til sína hvalaveiðu. Sum tíðindini áður hava sagt, hevur óvanliga nógvur ísur verið norðan fyri í ár, og seinnapartin í dag komu tveir ísflakar rekandi inn á Havnina og á øðrum er ein ísbjarnaungi. Mannamúgvin kring vestaru vág sær ikki hvítubjørnina enn og tey biðja tí um enn einaferð at hoyra upptøkuna av ýlum hennara. Her koma tey Heidi Poulsen heldur, at Føroya landstýri eigur at umhugsa støðuna, tí verður Tinganes selt, verður eisini ein partur av søguni hjá okkum seldur. Útflutningsráðið skal veita løgmanni ráð um handilspolitikk, handilssáttmálar, handilspolitisk átøk og annað, ið tryggjar eina betri marknaðaratgongd. Ráðið fer millum annað at gera tilmæli, hvørjir marknaðir ella hvørjar vinnugreinar eiga at verða settar í miðdepilin, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður. At seta eitt útflutningsráð á stovn er eitt av málinum í samgonguskjalinum. Útflutningsráðið verður mannað við sjey limum, ið verða tilnevndir av løgmanni fyri eitt tvey ára skeið. Landsstýrismenninir í vinnumálum, fiskivinnumálum og mentamálum tilmæla hvør ein mann og eina kvinnu í ráðið. Ætlanin var at príslækkingin skuldi koma í gildið í dag, men vegna tekniskar trupulleikar kemur príslækkingin ikki í gildið fyrr enn í morgin. Samstundis verður ein nýggj ferðaseðlaskipan tikin í nýtslu, sum merkir, at tað í framtíðini verður neyðugt at hava galdandi ferðaseðil tá farið verður umborð á Gomlu rætt, í Skopun og í Heysti. Hettta stendur at lesa á heimasíðuni hjá Strandferðsluni. Fyri nøkrum árum síðani varð lógin broytt soleiðis, at tá arbeiðsloysið í Føroyum fer upp um 3,5 prosent, fóru serligu rættindini hjá ES borgarum at fáa arbeiði í Føroyum úr gildi. Broytingin merkir, at ikki fyrr enn arbeiðsloysið fer upp um seks prosent, missa handverkarar í ES serligu rættindini at fáa arbeiði í Føroyum. Dagin eftir páskir verður greitt, um Atlantic Airways verður hundrað prosent alment aftur, ella um felagið heldur fram sum nú. Vilja 24 prosent av teimum 34, sum eru á privatum hondum, selja, lukkast ætlanin hjá Atlantic Airways og landsstýrinum. Á eykaaðalfundi hjá P f Atlantic Airways í gjár fekk nevndin í felagnum heimild til at keypa aftur partabrøvini, sum vórðu seld í 2007, tá ein triðingur av felagnum varð einskildur. Karsten Hansen sigur, at í álitinum um nýggja kommunulæknaskipan verður mælt til at hava fimm heilsuøki í staðin fyri 11 kommunulæknaøki. Og nú í apríl fer Heilsumálaráðið at venda sær til onnur øki, sum hava biðið um samstarv um heilsudepil, sigur Karsten Hansen í svari sínum. Tað eru nú 13 mánaðir síðan, at Kaj Leo Holm Johannesen, formaður í Sambandsflokkinum, segði, at sorópta flatskattaskipanin, sum kom í gildi 1. januar 2012, skal broytast. Enn er kortini einki hent. Men nú løgtingsval verður í seinasta lagi næsta ár, er okkurt sum bendir á, at skattaskipanin verður umløgd, ti tað boðaði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum frá, tá játtanarkarmarnir vóru lagdir fram í gjár. Archibald Black hevði sett Hermann Oskarsson stevnu í Klaksvík í morgun, har hann fegin vildi vita nærri, hvussu politiska skipanin virkar í praksis Teir, sum eiga hagapartin Ytri Suttringur Ytri Suðurtriðingur í Sørvági, fáa 10,6 milliónir krónur í endurgjaldi frá Vinnumálaráðnum fyri mist lendi og fyri grótið, sum varð tikið til at leingja flogvøllin. Tað segði Føroya rættur í gjár. Kravið var dupult so stórt, men Vinnumálaráðið vildi bara lata góðar 340 túsund krónur í fyrsta umfari. Bjørn á Heygum, sakførari hjá hagapartinum, sigur, at við rentum og øðrum fáa eigararnir 12,3 milliónir krónur Teir fingu fult viðhald, góðar seks milliónir krónur, viðvíkjandi grótinum, sum varð tikið til flogvøllin. Endurgjaldið er 27 krónur fyri fermeturin. Tað er endurgjaldið, metingarnevndin, sum rætturin tilnevndi, ásetti. Ein onnur metingarnevnd setti gjaldið at vera 71 krónur fyri fermeturin. Og tað kravdi hagaparturin at fáa. Lendið varð ognartikið í 2009, tí semja fekst ikki millum Vága Floghavn og hagapartin um gjaldið fyri lendið. Hvørgin parturin hevur tikið støðu til, um dómurin hjá Føroya rætti, skal í Landsrættin. Búskapurin er á rættari kós, og vøksturin í ár verður væntandi fýra prosent. Hetta sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, men lýsingin hjá Búskaparráðnum er heilt øðrvísi lítil og eingin vøkstur er í búskapinum Spennið er sera vítt Jørgen niclasen, sum sigur fýra prosent í búskaparvøkstri, og Herit Albinus frá búskaparráðnum, sum sigur, at hesin sami búskapur stendur í stað. Í sendingini Radarin í morgin verður varpað ljós á sparingarnar, sum landsstýrið ætlar at fremja fyri at fáa yvirskot á fíggjarlógina í 2016. Útreiðsluvøksturin skal tálmast við 146 milliónum krónum, stendur í frágreiðingini um játtanarkarmarnar. Í sendingini fara búskaparfrøðingar at meta um, um til ber at siga út frá nýggju frágreiðingini, hvar sparingarnar fara at raka. Heldur ikki í ár lukkaðist Føroyum at fáa meira botnfisk í íslendskum sjógvi. Landsstýrismaðurin í Fiskivinnumálum og íslendski starvsbróur hansara hava gjørt nýggja fiskivinnuavtalu. Í samráðingunum í gjár og í dag royndu føroyingar at fáa botnfisk fyri uppsjóvarfisk í føroyskum sjógvi. Føroya fingu tó nakað av toski afturat í íslendskum sjógvi, men brosmukvotan minkaði. Men Føroyar royndu at fáa meira í íslendskum sjógvi i ár enn undanfarin ár, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Føroyar fáa í ár fimm prosent av íslendsku lodnukvotuni, tó í mesta lagi 30.000 tons. Tað hava Føroyar fingið í nøkur ár nú. Men Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sigur, at Ísland vil hava føroysku lodnukvotuna at minka næsta ár. Aftur í ár endurtóku føroysku samráðingarfólkini misnøgdina við, at Ísland krevur, at føroysku skipini virka lodnuna, tey fiska í íslendskum sjógvi, til matna, men bara ikki í Íslandi. Í 2013 ferðaðust 236.181 ferðafólk um flogvøllin. Tað eru 4,7 fleiri enn í 2012, og eitt methøgt ferðafólkatal. Seinastu 10 árini er talið av ferðandi um Vága Floghavn vaksið við 43 . Eisini nettosølan var góð síðsta ár. Í 2013 var avlopið hjá P F Vága Floghavn 4,3 milliónir krónur áðrenn skatt. Tað eru knappar 9 milliónir krónur fleiri enn í 2012, tá ið talan var um eitt hall uppá 4,3 milliónir krónur. Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn fegnast um góða ársúrslitið. Hann sigur, at úrslitið er liður í miðvísari ætlan at menna nýggjar inntøkumøguleikar. Ein vaksandi partur av inntøkugrundarlagnum hjá Vága Floghavn er nú parkeringsgjøld, leigugjøld og provisiónsgjøld í samband við matarsølu og tollfría sølu. Ætlanin er, at hesar inntøkur skulu vaksa enn meira framyvir. Vága Floghavn hevði aðalfund í gjár, og tá blivu Kitty May Ellefsen, Evy Jacobsen og Jóhan í Niðristovu afturvald í nevndina. Tann fjóðri nevndarlimurin, Tom Silvurdal ynskti ikki afturval. Í hansara stað bleiv Uni Danielsen valdur. Nevndin hevur skipað seg við Kitty May Ellefsen, sum nevndarforkvinnu og Evy Jacobsen, sum varaforkvinna í nevndini hjá Vága Floghavn. Floghavnin boðar eisini frá, at nýggja farstøðin og tænastubygningarnir eftir ætlan verða tiknir í nýtslu í juni í 2014. Leirvík er gomul bygd. Hildið verður at hon er millum tær elstu í Føroyum. Í útgrevstinum á Toftanesi er ymiskt funnið, sum prógvar at bygdin stavar frá víkingatíðini. Sum í flest av teimum miðalstóru bygdunum í Føroyum er høvuðsvinnan í Leirvík, tað sum kemur úr havinum, og tað sum verður virkað á flakavirkinum. Tað er oman á havnalagið, at tey flestu hava sína dagligu gongd, tí har hendir altíð okkurt. Trý starvsfólk, tilsamans tvey ársverk, starvast í Kvinnuhúsinum Kreppumiðstøðini. Haraftrat eru tað 35 kvinnur ið arbeiða sjálvboðið í vaktarskipanini Elis varð føddur við klumpfóti og búði á Landsjúkrahúsinum fyrstu fimm árini í lívinum. Júst heimkomin av Landsjúkrahúsinum, sum fimm ára gamal, misti hann sín stórabeiggja í syrgiligari druknivanlukku í Skopun. Tá Elis var tólv ár, flutti hann saman við familjuni til Reykjavíkar. Heimlongsulin varð tó so stórur, at hann eftir tannárini flutti einsamallur heimaftur til Skopunar. Síðani tá hevur hann millum mangt annað starvast sum kokkur, urtagarðsmaður, tónleikari, blaðmaður, sjónvarpsmaður, filmsframleiðslustjóri og útvarpsmaður. Ørindini hjá íslendska fiskimálaráðharranum í Føroyum vóru annars at samráðast um sínámillum fiskiveiðiavtaluna millum Føroyar og Ísland Broytingin, sum Strandferðslan hevur gjørt, at tú nú skalt gjalda ferðaseðil við hvørja fráferð, fær ikki góða móttøku frá teimum, sum nýta hana. Endamálið við broytingini er at útvega Strandferðsluni Saman við fleiri inntøkum skulu útreiðslurnar tálmast, og tað skal geva javnvág á fíggjarlógini í 2016, siga fíggjarkarmarnir, sum eru lagdir fram. Útreiðslurnar hjá Mentamálaráðnum skulu tálmast soleiðis, at tær ikki veksa meira enn eina helvt, og tað skal millum annað gerast við eini nýskipan innan fólkaskúlan. Skúlar verða neyvan niðurlagdir, ti færri skúlabørn hava longu havt við sær, at nú eru færri enn 50 skúlar eftir í landinum, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður. Kyksilvurið, sum í meira enn 100 ár hevur flutt linsuna í vitanum í Mykinesi, skal nú burtur. Tað áseta nýggj umhvørviskrøv hjá danska Sjóvinnustýrinum. Tað stendur í einum yvirliti, sum liggur saman við uppskotinum hjá løgmanni um at broyta lønirnar hjá løgmanni og landsstýrisfólkum. Uppskotið er í løtuni til viðgerðar í serligari løgtingsnevnd, sum varð sett at viðgera tað. Sambært uppskotinum skulu løgmaður og landsstýrisfólkini hava frían bil í staðin fyri kostnaðarendurgjaldið, sum nú er galdandi. TAKS sigur, at skattafríur bilur svarar til 16.927 krónur í løn um mánaðin. Hjá teimum, sum búgva í høvuðsstaðarøkinum, verður hetta ein inntøkuvøkstur, tí tey fáa ikki kostnaðarendurgjald, hvørki eftir galdandi lóg ella sambært lógaruppskotinum. Verður lógaruppskotið um lønirnar og ágóðarnar hjá løgmanni og landsstýrisfólkum samtykt í løgtinginum, koma lógarbroytingarnar ikki í gildi fyrr enn eftir næsta løgtingsval. Sambært uppskotinum verður borðfæið, sum eisini er skattafrítt, strikað. Hjá løgmanni svarar borðfæið til slakar 16.000 krónurí løn um mánaðin. Hjá landsstýrisfólkunum svarar borðfæið til 5.320 krónur í løn um mánaðin. Størsta broytingin í lógaruppkotinum er eftirlønin. Hjá teimum, sum hava verið minst átta ár í landsstýrinum, fer eftirlønin úr 110 prosentum niður í 15 prosent. Ivasamt er, um full semja er í samgonguni um uppskotið hjá løgmanni. Løgmaður eigur sum so ikki uppskotið sjálvur. Hann hevur lagt uppskotið, sum ein arbeiðsbólkur, hann setti at gera uppskot um løn, samsýningar og eftirløn, gjørdi fyri einum góðum ári síðani. Grein 25 nevndin hevur fund um uppskotið í morgin. Útlendingar gera nógv størri íløgur í Føroyum enn føroyingar gera í øðrum londum. Men nógv fleiri føroyingar arbeiða í øðrum londum enn útlendingar í Føroyum. Hvørki er nakar fyrimunur fyri skattainntøkurnar í Føroyum. Sambært teimum tvískattaavtalum, sum Føroyar hava við onnur lond, fær landið, har sum íleggjarin býr, skattin av vinningsbýtinum av íløguni í Føroyum. Støðan er í løtuni tann, at útlendingar gera nógv størri íløgur í Føroyum, enn føroyingar gera í útlondum, og gongur hesin ójavnin út yvir føroysku skattainntøkurnar frá vinningsbýti. Meginreglan í tvískattaavtalum er eisini, at løn verður skattað í landinum, har sum fólk arbeiða. Nógvir føroyingar arbeiða í øðrum londum, men fáir útlendingar arbeiða í Føroyum. Hetta merkir, sigur Jørgen Niclasen, at vit lítlan og ongan skatt fáa frá týðandi parti av okkara arbeiðsstyrki. tvarpsmaðurin Tórður Mikkelsen var í vikuni og vitjaði í Stóru Dímun. Stóra Dímun er minsta oyggj í Føroyum, har fólk búleikast. Her kanst tú hoyra fyrru sendingina Við Tórði á Túri úr Stóru Dímun Trýst á myndirnar fyri at fáa tær størri Í hesum døgum er kendi danski sangskrivarin og tónleikarin Arne Wurgler á stuttari vitjan í Føroyum. Arne Wurgler, sum er føddur í Keypmannahavn í 1943, er kendur frá nógvum tónleikaútgávum, eitt nú Frispark sum kom í 1974, Amerikasange frá 1995 og Holst og Wurgler sum kom í 1999. Eisini hevur Arne umsett ein sang hjá Martin Joensen og gjørt tveir sangir um føroyingar. Annar er um Lykken, og hin er gjørdur um kenda rógvaran Ova Joensen úr Nólsoy. Meðan hann er í Føroyum fer hann at spæla í Vektarbúðini í Vestmanna, Kaffihúsinum í Havn og í Nólsoy. Í morgun spældi Arne W rgler í studio 5 í KVF. Gjárkvøldið var fundur í Nólsoy, har borgararnir vórðu kunnaðir um Nólsoy sum ramsarøkið. Nólsoyingar tóku, sum heild, væl móti hugskotunum, sum vóru løgd fram, og sjálvir høvdu teir eisini nøkur hugskot, at halda oynna sum ramsarøki Fíggjarkarmarnir fara ikki at halda, um landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fer at lurta eftir kommununum í samráðingunum um samsýning fyri at yvirtaka eldraøkið. Í játtanarkørmunum eru 372,1 millión fluttar av rakstrinum hjá landinum til kommunurnar fyri eldraøkið, men hetta er alt ov lítið, er boðskapurin frá kommununum. Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum, vil ikki gera stórvegis viðmerkingar, tí partarnir eru mitt í samráðingum um fíggingina av yvirtøkuni, men hann sigur, at tað er borð Fíggjarmálaráðsins, um karmarnir verða sprongdir. Vit taka ikki hesa ásettu upphæddina sum nakað, ið ávirkar samráðingarstøðuna, men upphæddin er ov lítil, og tað er teirra borð, um játtanarkarmarnir mugu broytast, sigur Eyðun Christiansen í stuttari viðmerking. Kristina Háfoss, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hevur, at hetta er einar hundrað milliónir ov lítið, sammett við tað, sum tað veruliga fer at kosta kommununum. Men eins og tá lønarsamráðingar eru, so man rætta upphæddin liggja onkrastaðni mitt í millum, men hetta vil Eyðun Christiansen ikki úttala seg um. Tó sigur hann, at 372,1 millión er alt ov lítið, og at samráðingarnar millum kommunurnar og Fíggjarmálaráðið ikki av álvara eru komnar í gongd enn. Í dag skuldi Kommunufelagið hava fund við Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, og Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum um, hvussu býtið er millum tey, sum eru eldri enn 67, og tey, sum eru yngri enn 67 ár. Í mentanarálamanakkanum frætta vit um nýggja sangleikin Gentan, ið onki mintist, ið 10. flokks næmingar úr Fuglafjarðar skúlanum og skúlanum á Ziskatrøð í Klaksvík framføra vit hitta Arna W rgler, sum í hesum døgum hevur konsertir um landið og vit fregnast, nú íslendska listarkvinnan Guðrun Einarsdóttir letur upp listaframsýning í Listaskálanum. Bókin hjá Keri Smith hevur fingið ein heldur harðan umgang í morgun, og tað er eisini meiningin við bókini, sum eitur Wreck This Journal í fortelur tær, hvat tú skalt gera við hana. Bókin er skrivað soleiðis, at tú verður biðin at gera okkurt skítbýtt, sum ein ikki plagar at gera við eina bók og so ger tú tað bara. Eitt nú, at brúka bókina sum dartskivu smirja sinnop, ketsjupp, remulátu og siropp í bókina. Teir, sum eiga hagapartin Ytra Suðurtriðing í Sørvági, eiga at fáa seks milliónir og 438.000 krónur umframt rentu fyri grótið, sum varð tikið úr haganum, tá flogvøllurin varð longdur. Tað sigur Føroya rættur, sum mánadagin feldi dóm í drúgva sakarmálinum millum hagapartin og Vinnumálaráðið um lendið, sum varð ognartikið til at leingja flogvøllin. Grótið telur meira enn helvtina av endurgjaldinum, sum rætturin gav hagapartinum. Talan var um eina millión og 110.000 rúmmetrar av gróti og skervi. Endurgjaldið, sum hagaparturin fekk, er tíggju milliónir og slakar 578.000 krónur umframt rentu. Hagaparturin stevndi eftir endurgjaldi hálvan mars í 2011. Kravið hjá hagapartinum var, at hann hevði søkt kommununa um loyvi til at gera eitt grótbrot við flogvøllin. Útbyggingin kostaði minni, tí tað hevði verið dýrari at fingið grót og skerv aðrastaðni til flogvøllin. Vinnumálaráðið vildi ikki lata endurgjald fyri grótið, tí hagaparturin hevði ongan miss av, at grótið varð tikið. Og hagin hevði heldur ikki fingið loyvi til at gera eitt grótbrot og selja flogvøllinum skerv. Harafturat hevði byggifelagið, sum longdi flogvøllin, kunnað keypt skerv og grót frá Landsverki Jóhanna Olsen segði seg úr starvinum í januar. Jóhanna Olsen var í farloyvi til 1.januar í ár, men farloyvið kundi leingjast til 1.apríl. Men í januar segði Jóhanna Olsen, sum nú býr og arbeiðir í Grønlandi, seg úr starvinum. Hon gjørdist stjóri á Umhvørvisstovuni 1.august í 2011. Petur Nielsen hevur verið virkandi stjóri á Umhvørvisstovuni síðani 1.apríl í fjør. Freistin at søkja starvið sum stjóri á Umhvørvisstovuni er til 22.apríl á middegi. Fróðskaparsetrið, Landssjúkrahúsið og Deildinfyri arbeiðs og almannaheilsu hava skrivað undir samstarvsavtalu, sum hevur til endamáls at menna heilsuvísindaliga gansking og útbúgving. Avtalan fær ongar fíggjarligar avleiðingar, men skulu nýggjar útbúgvingar setast á stovn, verður neyðugt við meiri figging, sigur Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetrinum. Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum Tær báðar ferðast millum Føroyar og Týsklands fyri at hava konsertir, gera nýggj løg og eru í studio. Asta, sum eisnini er kend úr Faroe5 , búði í Karlsruhe, í Týsklandi, í eitt ár, og har hitti hon Lisu, og byrjaðu tær so smátt at smíða løg og tekstir saman. Tað eru umleið 4 ár síðani, at tær hittust fyrstu ferð og 2 ár síðani, at tær gjørdu sín fyrsta sang, ið kallast Apple Trees . Sangurin TWO snýr seg um, at vit av og á her í lívinum hava tvey hjørtu, tveir tankar og tvey heim. Tað er ikki altíð so nemt at taka eina avgerð, og samleikin hjá tí einstaka tykist vera farin í tvíningar. Fleiri teknisk tól á Landssjúkrahúsinum vóru óvirkin í út við ein tíma. Trupulleikin er nú reistur í løgtinginum. Løgtingslimurin fyri Fólkaflokkin, Janus Rein, sum var á Landssjúkrahúsinum hendan sunnumorgunin, hevur sett landsstýrismanninum í heilsumálum, Karsteni Hansen, 21 spurningar. Sparingar standa fyri framman, ætlar landsstýrið. Fíggjarmálaráðið er júst komið við játtanarkørmunum fyri 2015 2019. Í frágreiðingini stendur, at týðandi bygnaðarbroytingar skulu gera tað bíligari at reka samfelagið. Útreiðsluvøksturin hjá landskassanum skal tálmast við 146 milliónum krónum. Heðin Mortensen, formaður í Kommunufelagnum, heldur, at prísurin fyri yvirtøkuna verður einar 400 milliónir krónur, men kommunurnar vilja eisini hava eina skipan, har upphæddin fyri at reka eldraøkið javnan og støðugt verður regulerað. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur sagt, at 372,1 millión er útgangsstøðið, og hann hevur somuleiðis sagt, at er henda upphædd ikki nøktandi fyri kommunurnar, mugu tær annaðhvørt rationalisera eldraøkið, ella brúka teir fíggingarmøguleikar, tær hava, also skrúva kommunuskattaskrúvuna. Heima á Sandi fara tey undir tær síðstu sýningarnar av leikinum Morð á Mýruborg Góðan morgun Føroyar hitti leikstjóran Sóley Danielsen og Frú Mýruborg, Eyðbjørg Sólbjørnsdóttir Olsen í Virkinum í morgun. Verkfallið, sum hóttir fyritøkuna Isavia og í Íslandi, fær ongan ávirkan á flúgvingina til Føroya og úr Føroyum. Starvsfólk hjá Isavia arbeiða á flogvøllunum í Íslandi. Men Isavia stýrir eisini flogferðsluni í íslendska luftrúminum, sum er eitt tað størsta í heiminum. Tað er 5,4 milliónir ferkilometrar. Og hóast íslendskt eftirlit er við loftrúminum her hjá okkum, ber til at flúgva, hóast verkfall verður, sigur stjórin í P f Vága floghavn, Jákup Sverri Kass. Fakfeløgini hjá teimum, sum arbeiða hjá Isavia, hava hótt við verkfalli, fæst semja ikki um nýggjar sáttmálar. Boðað er frá verkfalli 8.apríl, 23.apríl og 25.apríl frá klokkan fýra til klokkan níggju á morgni. Amerikanski forsetin, Barack Obama, hartar íslendingar í einum opnum brævi til amerikansku kongressina. Brævið er er lagt út á heimasíðuna hjá Hvítu húsunum í Washington. Tað er íslendska hvalaveiðan, sum hevur fingið amerikanska forsetanum hava fremstafingur á lofti eftir íslendingum. Barack Obama finst serliga at íslendingum fyri at veiða nebbafisk og fyri at útflyta og selja tvøst av hótta hvalinum til Japan. Íslendska hvalaveiðufelagið Hvalur hf. veiddi 125 nebbafiskar í 2009, 148 í 2010, ongar í 2011 og 2012, tá japanski marknaðurin hvarv, men aftur í 2013 veiddu íslendingar 134 nebbafiskar. 16 desember 2013 ásettu íslendsku myndugleikarnir kvotuna fyri 2014 til 154 nebbafiskar. Sambært Barack Obama ger íslendska hvalaveiðan seg inn á møguleikan hjá nebbafiski at koma fyri seg. Nebbafiskur er á CITES listanum yvir mest hóttu djórasløgi í heiminum. Íslendska hvalaveiðan máar eisini støðið undan millumtjóða royndum at varðveita og verja stórhval, sigur Barack Obama í brævinum. Hetta er ikki fyrstu ferð, at amerikanar leggja politiskt trýst á Ísland, í einari roynd at fáa landið at gevast at veiða og útflyta stórhval. Tað gjørdu amerikanar eisini í 2004, í 2006 og í 2011. Sambært skrivinum hevur Barak Obama vent sær til viðkomandi myndugleikar í USA, sum hava samskifti við Ísland, um at heita á íslendingar um at umhugsa sín politikk á økinum. Forsetin hevur eisini heitt á amerikanska uttanríkisráðið um at endurskoða allar millumtjóðaavtalur millum USA og Ísland, og hann hevur heitt á ráðharrastovur og stovnar um at endurskoða allar vitjanir til Íslands. Skjálvtin rakti klokkan 20 46 lokala tíð, umleið 86.km norðanfyri býin Iquique. Fólk á staðinum siga, at streymurin er farin í økinum, hús hava fingið skaða og eisini er eldur komin í fleiri teirra. Forsetin í Kili, Michelle Bachelet, sigur, at tamarhald er á støðuni, og íbúgvarnir skulu taka tað róligt og gera sum tey vera biðin. Lógarbroytingin hevur millum annað við sær, at fólk kunnu revsast harðari, um tey selja rúsandi evni á festivalum, dansistøðum og konsertum. Tað er Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, sum hevur lagt lógaruppskotið fram. 1. apríl 2014 eri 30 ár síðani Sjónvarp Føroya sendi á fyrsta sinni, og í hesum sambandi viðgera Per Zachariassen, sjónvarpsframleiðara, Høgni Mohr, tíðindamaður, og Erika Hayfield, ph.d. og adjunktur í samfelagsvísindum, høvuðsspurningarnar hvønn týdning hevur sjónvarpið havt fyrstu 30 árini, og hvør verður leiklutur sjónvarpsins framyvir. Tey, ið vilja vita meiri um ferðirnar hjá Neyðhjálparbussinum í Moldova, fáa eitt gott høvi til hetta í kvøld, mikukvøldið, í Østrøm. Ein partur av tiltakinum er sjálvur bussurin, sum stendur uttanfyri. Fólk hava møguleika at hyggja inn í bussinum, og fólk hava haraftrat høvi at lata klæðir og brúkslutir beinleiðis til bussin. Eitt annað punkt á skránni er drátturin av lutaseðlinum, sum verður hetta kvøldið. Tey hava prentað í alt 100 seðlar, ið kostaðu 1000 krónur stykkið, við 10 góðum vinningum á. Eftir dráttin verður yvirskotið frá søluni handað verkætlanini. Fólk við sálarsjúku, menningartarni og rørslutarni fara at fáa tænastur bæði frá landinum og kommununum, tá eldraøkið verður lagt til kommunurnar. Tí má hetta markamótið nágreinast. Í dag kunnu fólk við menningartarni, sálarsjúku og rørslutarni annaðhvørt búgva heima og fáa heimahjálp frá heimatænastuni, ella búgva á sambýli og í búfelagsskapum. Almannaverkið hevur higartil umsitið øll hesi tilboðini, men nú verður ein partur lagdur út til kommunurnar at umsita. Tær tænastur, sum verða lagdar út til kommunurnar, verða veittar av Eldradeplinum í Almannaverkinum, og tað eru heimatænastan, røktarheimini og eldrasambýlini. Í skrivinum stendur, at umleið 179 fólk undir 67 ár fáa heimasjúkrarøkt frá heimatænastuni. Tær tænastur, sum landið framhaldandi fer at taka sær av, veitir Trivnaðardepilin í Almannaverkinum. Talan er eitt nú um sambýli, búfelagsskapir, umlætting, stuðulsfólkaskipan fyri børn og vaksin við serligum avbjóðingum millum annað við menningartarni og sálarsjúku. Av tí at ein borgari kann hava tørv á ymiskum tilboðum í lívinum, er neyðugt, at landið og kommunurnar samskipa tænasturnar væl, stendur í skrivinum. Spurningurin, um endurmenning til fólk undir 67 verður ein kommunal ella landsuppgáva, verður eisini umrøddur í skrivinum. Sagt verður , at sambært lógaruppskotinum verður endurmenningin í Føroyum ikki kommunal uppgáva burturav. Kommunurnar fáa ábyrgdina av tí partinum av endurmenningini, sum hoyrir til økisterapiina, tí økisterapiin hoyrir undir heimatænastuna. Økisterapiin kostar í dag 2,7 milliónirkrónur, og tað er hendan játtanin, ið fylgir við, tá økið verður lagt til kommurnar. Men um ein borgari til dømis fær heilaskaða, og verður lagdur inn á sjúkrahús í Føroyum ella Danmark, er tað Menningardepilin í Almannaverkinum, sum hevur ábyrgdina at taka yvir, tá heilsuverkið er liðugt við viðgerðina. Almannaverkið skal síðani meta um, hvønn tørv borgarin hevur, og veita rætta tilboðið. Um borgarin hevur tørv á heimahjálp ella heimasjúkrarøkt í heiminum, verður hetta eina kommunal uppgáva. Í skrivinum stendur eisini, at tað verður mett, at tey tilboð, ið verða veitt í dag, eru nøktandi, og at kommunurnar altíð kunnu veita fleiri tilboð og tænastur, um tær vilja tað. Kvinnurnar skriva bræv til Kyn amp Kenslur og spyrja, hvussu tær fáa gongd á tað kynsliga aftur, og um tað hjálpir nakað, at fara til lækna. Ein maður í 40 unum skrivar, at kona hansara ikki hevur eins stóran hug til sex, sum hon hevði áður, og tí vil hann vita, um hon man vera komin í skiftisárini. Parlagið heldur ikki til hetta, og tí biður hann um hjálp. Ein kvinna hevur sína debut í sendingini, tað er Bjørghild Djurhuus, heilsufrøðingur. Saman við henni, at svara hesum brøvunum, er Turið Horn, parráðgevi. Skiparin hevur viðgingið, at hann sovnaði, og tí fór skipið á land. At sovna á brúnni er brot á sjólógina, og tí hevur skiparin fingið sektaruppskot. Politiið fekk fráboðan um hendingina beint fyri kl. 7 í morgun. Bakur og Stelkur, sum høvdu verið til fiskiskap, vóru á veg á Runavík at landa. Tá teir nærkaðust Eystnesi, sigldi Stelkur framvið, men Bakur rendi á land. Skipið stóð eina løtu, men slapp av aftur við egnari hjálp. Politiið stóð fyri skipunum, tá tey komu á Runavík, og har viðgekk skiparin alt fyri eitt, at hann sovnaði, og tí sigldu teir á land. Góðtekur skiparin sektaruppskotið, hendir ikki meir í málinum, upplýsir politiið. Bakur hevur fingið onkra buglu av stoytinum, og tí má skipið á sleiðistøð, áðrenn tað sleppur aftur til fiskiskap. Tað er eitt krav frá Sjóvinnustýrinum. Sambært Vinnuhúsinum, sum umboðar Føroya arbeiðsgevarafelag, fer arbeiðsgevarafelagið og tey fimm arbeiðarafeløgini at handa hvørjum øðrum krøvini til sáttmálarnar partanna millum, nú teir ganga út 1. mai í ár. Tey fimm arbeiðarafeløgini eru Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag. Samráðingarnar eru týdningarmiklar og verða fylgdar við áhuga av øðrum fakfeløgum, tí tað eru hesar samráðingar, sum ofta leggja støðið fyri hini fakfeløgini, sum eisini skulu til at samráðast við arbeiðsgevarafelagið seinni í ár. Í løtuni er reingerðin minimal, ein náttarvakt er spard burtur og allir ítrivstímar eru spardir heilt vekk. Á Hamragarði skulu nú aftur sparingar fremjast. Boð eru komin um at spara 60 tímar afturat um vikuna fyri at spara 700 túsund krónur. Og einasta loysnin er at stongja køkin í vikuskiftinum. Matur til vikuskifti skal sostatt vera klárur tíðliga fríggjadag og hitast upp leygardag og sunnudag. Starvsfólk skulu niður í tíð, meðan røktarstarvsfólk fáa fleiri uppgávur, millum annað at taka sær av matgerðini um vikuskifti. Og minni tíð verður til tey gomlu. Í skrivi sent fjølmiðlunum, boða starvsfólkini á Hamragarði frá, at tey síggja fyri sær, at fólk fara at liggja í songini og eta døgurða, tí tey fáa ikki øll upp áðrenn. Nógvar avleiðingarnar standa av at liggja ov nógv í songini, so sum øktur vandi fyri blørubruna, lugnabruna, likamlig viknan og stór afturgongd á øllum økjum. So er tað fakligheitin bæði í mun til føðsluvirðið í upphitaða matinum, umframt tað árin, tað hevur á fólkini ikki at kenna matlukt og kunna sita uppi saman og eta. Hetta fer at hava við sær verri heilsustøðu, skriva starvsfólkini í fráboðanini, sum heita staðiliga á landsstýriskvinnuna um at forða fyri hesi sparingini og gera sítt til, at tey gomlu fáa eitt virðiligt lív á ellisárum. Útvarpið hevur fyrrapartin verið í sambandi við starvsfólkini á Hamragarði, men tey hava ikki aðrar viðmerkingar enn tað, sum stendur í tíðindaskrivinum. Ha vnarlagið er 60 metrar langt og kostar til samans 6,7 milliónir krónur, sum er væl minni enn tað, kommunan upprunaliga hevði roknað við, sigur Klaksvíkar Kommuna í tíðindaskrivi. Sølan av elbilum hevur tikið dik á seg. Nú eru yvir 36.000 elbilar seldir í Noregi. Bara í mars í ár keyptu norðmenn 1493 elbilar og elbilurin Tesla var mest selda einstaka bilmerki. Bara í mars í ár keyptu norðmenn 1493 elbilar, og elbilurin Tesla var mest selda einstaka bilmerki. Nú eru yvir 36.000 elbilar í Noregi. Heilt fáir elbilar eru skrásettir í Føroyum, hóast virðisavgjald ikki verður rindað av teimum. Elbilar eru umhvørvisvinarligir, tí teir hava einki útlát. SEV hevur roynt seg við elbilum, men Hákun Djurhuus stóri í SEV metir ikki, at tey kunnu gera nakað, fyri at fleiri velja at keypa el bilar í Føroyum. Stóra bókaútsølan byrjaði kl. 10.00 í morgun. Eini 30 forløg hava latið fleiri 100 bøkur til hesa bókaútsøluna, sum verður hildin annað hvørt ár. Tað er eitt krav, at bøkurnar, ið verða seldar á útsølu, skulu í minsta lagi vera 2 ára gamlar. Tá ið bøkurnar hava verið á tveimum útsølum, sleppa tær vanliga ikki við aftur. Í gjár vóru eftirlitsfólk hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni umborð á trolaranum Ran, fyri at kannað lastina. Øll óinnpakkaða vøran umborð á trolaranum Ran er nú afturhildin Skipið hevur løggilding at útflyta fiskin til kinesiska marknaðin, men strangar ásetingar eru um bæði frysting og goymslu í matvørulógini. Eftir kanningarnar hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni er ikki greitt, um fiskurin verður seldur til matna. Stjórin á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, Bárður Enni, hevur saman við eftirlitsfólki verið umborð og gjørt kanningar av lastini á Ran í gjárkvøldið. Skipið hevur løggilding at útflyta fiskin til kinesiska marknaðin, men strangar ásetingar eru um bæði frysting og goymslu í matvørulógini. Eftir kanningarnar hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni er fiskurin afturhildin fyrbils. Lógaruppskotið hjá Johan Dahl, landsstýrismanni í vinnumálum, verður til fyrstu viðgerð í Løgtinginum í dag. Visit Faroe Islands skal ikki selja nakra vøru og forvinna pengar felagið skal selja Føroyar sum ferðavinnuland. Landsstýrismaðurin hevur fyrr sagt, at við hesum nýggju fortreytunum, sum Ferðaráðið fær, kann ferðavinnan røkka einari milliard í umsetningi í 2020. Onnur mál á skrá eru eykajáttanarløgtingslóg fyri mars, har tað verður biðið um 1,1 millión krónur afturat til Sildberan, og løgtingslóg um at broyta lógina um rúsandi evni, so tað verður torførari at selja og taka rúsandi evni. Løgtingsfundurin byrjar klokkan hálvgum tvey. Íslendski fiskimálaráðharrin, Sigurður Ingi Jóhannsson, vil ikki siga nakað um kvotuna nú. Men Ísland hugsar eins og øll hini eisini um egin áhugamál, sigur fiskimálaráðharrin Framskrivingar av fólkatalinum vísa, at neyðugt verður at hækka útreiðslurnar til fólkapensjón við 21 milliónum. Tað stendur í játtanarkørmunum, sum vórðu lagdir fram mánadagin. EIsini stendur, at samstundis sum neyðugt verður at hækkka útreiðslurnar við 21 milliónum til fólkapensjón, so skulu útreiðslurnar eisini minka. Men tað verður trupult at finna allan peningin, staðfestir landsstýriskvinnan. Meðan onnur lond stremba eftir at fáa størri gjøgnumskygni og opinleika í almennu fyrisitingini, royna føroyskir myndugleikar at skerja møguleikarnar hjá almenninginum at fylgja við í tí, sum fyrisitingin ger, skrivar Starvsmannafelagið á heimasíðuni. Løgtingsins Umboðsmaður, Sólja í Ólavstovu, harmast um, at politiska skipanin í Føroyum tykist vilja toga føroyska samfelagið øvugtan veg í mun til grannalondini. Aðrastaðni leggja tey stóran dent á opinleika og gjøgnumskygni sum ein part av fólkaræðinum. Í Føroyum fara vit øvugtan veg og tosa um at skerja møguleikarnar hjá almenninginum at fáa innlit í arbeiðið hjá fyrisitingini. Tað átti at verið óhoyrt í 2014, sigur hon. Løgtingsins Umboðsmaður fær hópin av kærum frá fjølmiðlum og øðrum, sum hava trupult við at fáa innlit í mál, ið verða viðgjørd í almennu fyrisitingini. Vit hava víst á ferð eftir ferð, at sambært lógini skal innlit gevast so skjótt sum gjørligt og ikki 10 dagar eftir umbønina, sum er evsta mark í lógini fyri, nær umsøkjarin skal hava svar. Eisini kann myndugleikin geva meira innlit enn tað, ið lógin krevur. Men nógvu kærurnar frá fjølmiðlunum benda á, at hugburðurin í fyrisitingini er, at almenningurin skal hava so lítið innlit sum gjørligt so seint sum gjørligt, sigur Sólja í Ólavsstovu. Sum nú er, hevur Ílegusavnið ikki yvirskot av teimum tænastunum sum savnið selur, tí inntøkurnar fara til lønir til tær tænustur, sum Ílegusavnið veitur. Guðrið Andsórsdóttir, stjóri á Ílegusavninum sigur, at tað verður ringt at seta prísin fyri tænasturnar upp, tí í Føroyum verður bert veitt lítil fígging til gransking, og útlendingar vilja neyvan rinda ein hægri prís. Guðrið Andórsdóttir heldur tó ikki, at tað er ein etisk tvísatøða, at noyðast at selja ílegurnar hjá føroyingum til utlendskar verkætlanir. Reiðarin hevur eisini hótt onnur vinnulívsfólk í Klaksvík við at steðga at keypa tænastur frá teimum, um tey ikki eisini kroystu Norðlýsið at steðga negativu umrøðuni av reiðarínum. Stjórin í Thor, Hans Andrias Joensen er farin langt í royndini at forða Norðlýsinum í at almannakunngera myndir, sum blaðstjórin Oliver Joensen hevði tikið í lastini á Ran í gjár. Klokkan 14 ringir ein fyritøka í Klaksvík, sambært Norðlýsinum og heitir inniliga á stjóran á Norðlýsinum um ikki at almannakunngera myndirnar, tí stjórin á Thor hóttir við ikki at keypa fleiri tænastur frá hesi fyritøkuni, verða myndirnar kunngjørdar. Ein góðan tíma seinni ringir stjórin í Thor og hóttir Norðlýsið við sakførara og stevning, sum kann kosta blaðnum tilverugrundarlagið. Norðlýsið leggur myndirnar úr lastini út á heimasíðuna klokkan 14 38 og løtu aftaná fær Norðlýsið ein teldupost frá stjóranum á Thor. Sambært Norðlýsinum venda fleiri fyritøkur í Klaksvík, sum hava handilssambond við THOR, seg til Norðlýsið aftaná at Norðlýsið hevur lagt myndirnar út, við áheitanum um at taka myndirnar av aftur heimasíðuni. Hesa vikuna er stórfingni barna og ungdómsbókmentafagnaðurin Kom og les. Rithøvundar og sjónleikarar eru úti á skúlum og greiða frá. Eitt sera flott bókahús er sett upp í Norðurlandahúsinum, Sámal Blak hevur evnað til. Í húsinum eru vælkendar verur úr føroyskum barnabókmentum. Kom og les endar við einum tiltaki í Norðurlandahúsinum leygardagin 5. apríl. Beinta Johannesen, sum arbeiðir á Strok og á Bókadeild Føroya Lærarafelags greiðir frá. Í dag hevur Býarbókasavnið 45 ára føðingardag. Vit fara at hoyra bókina Flata kaninin, sum tey eisini fara at lesa á Býarbókasavninum í dag. Tey skipa eisini fyri festivalinum Kom og les. At enda eru vit til setanina í Norðurlandahúsinum. Festivalarnir barna og ungdómsbókmentafestivalurin Kom og les, og festivalurin Børn, ung og mentan, vóru settir í Norðurlandahúsinum sunnudagin 30. mars. Fyri framman liggja spennandi dagar hjá børnum og ungum. Vit varpa ljós á hesar dagar í Barnaútvarpinum. Í dag er Rakel Helmsdal á vitjan í Barnaútvarpinum. Hon hevur skrivað nógvar ymiskar bøkur. Hon greiðir frá søgum og frá tí at skriva søgur. Í dag er Sólrún Michelsen á vitjan í Barnaútvarpinum. Hon hevur skrivað fleiri søgur og yrkingar. Í dag greiðir hon serliga frá yrkingunum, sum eru í savninum Loppugras. Eisini syngja børn í skúlanum í Kollafirði. Tey 4410 fókini hava givið samtykki til, at teirra ílegur kunnu nýtast í 19 verkætlanum, sum eru knýttar at Ílegusavninum í løtuni. Gutti Winther og danin Kenneth Kirkedal skulu skipa fyri einari norðurlendskari matskrá í festivalinum í danska høvuðsstaðnum. Teir fara at borðreiða við grønlendskum rækjum, íslendsk skyr, føroyskum laksi og donskum frílands svinakambi. Frigg festivalurin verður hildin á fyrsta sinni 9 10 mai 2014 í Kongens Have í Keypmannahavn. Á tónleikaskránni eru nógv kend nøvn frá Danmark, Føroyum, Íslandi og Grønlandi. Arbeiðið við útbyggingini av Tórsvølli líður væl. Nýggi FSF bygningurin við suðurendan av Tórsvølli stendur eftir ætlan liðugur beint eftir summarfrítíðina Føroyska A landsliðið fer fyrst í september undir nýggju EM undankappingina, við einum heimadysti móti Finnlandi. Hesin dystur verður 7. september, og tá er ætlanin, at suðurendin skal standa liðugur. Næsta byggistig Tá ið arbeiðið við nýggja bygninginum verður liðugt seint í summar, verður farið undir næsta byggistig. Tað fevnir um eystaru síðu av vøllinum, har tak skal leggjast yvir áskoðaraplássini, og har aðrir hentleikar væntandi eisini verða gjørdir. Tórshavnar kommuna tók yvir Tórsvøll í 2008 og gjørdi norðara enda á Tórsvølli samstundis, sum fimleikabygningurin Fimi varð reistur har í 2010. Tórshavnar kommuna og FSF eru í felag um langtíðarætlanirnar við Tórsvølli. Ætlanin um at gera eina sokallaða Ramsar ætlan fyri Nólsoy varð løgd fram á borgarafundi fyrr í vikuni. Høvuðssjónarmiðið í ætlanini er, at alt verandi virksemi, so sum veiða, nýtsla og siðir skulu halda fram óbroyttir, so leingi tað ikki gongur út yvir náttúruna, serliga drunnhvítan. Eisini verður dentur lagdur á, at tiltøk, sum skulu setast í verk fyri at verja náttúruna, í størstan mun skulu fremjast í semju millum myndugleikar og bygdarfólk, og at allir partar skulu vera tiknir við í arbeiðið eins og øll sjónarmið skulu verða hoyrd, upplýsir Umhvørvisstovan. Dúgligt orðaskifti var um ætlanina, og fleiri góð sjónarmið og uppskot komu fram. Fleiri hildu tó, at kunningin til bygdarfólkið ikki hevði verið nóg góð áðrenn fundin, og kendu seg tí ótrygg um Ramsar ætlanin fer at seta forðingar fyri siðvenju og virksemi hjá bygdarfólkinum. Øll vóru samd um, at bátar, sum sigla við nógvari ferð tætt fram við landi um summarið, eru ein stórur trupulleiki fyri lundan. Ein annar trupulleiki er, tá nógv fólk ganga óskipað í haganum meðan heiðafuglurin reiðrast, so styggir tað fuglin. Ein triði spurningur, sum varð umrøddur, var hvussu forðast kann fyri, at rotta kemur í oynna. Øll hesi sjónarmið verða tikin við í arbeiðið at gera eina Ramsar ætlan fyri Nólsoy. Áðrenn ætlanin er liðug, skal hon leggjast fyri nýggjan borgarafund seinni í ár. Endamálið við Ramsar sáttmálanum er at tryggja eina skynsama gagnnýtslu av náttúruni, men eisini, um neyðugt, at seta tiltøk í verk fyri at verja náttúruna. Í Ramsar høpi verður serligur dentur lagdur á at verja vatn og sjófugl. Drunnhvítastovnurin í Nólsoy er eitt náttúruvirði í heimsflokki, tí talan er um ikki minni enn heimsins størsta drunnhvítabøli. Náttúrugripasavnið, sum hevur gjørt teljingar av drunnhvíta í Nólsoy, hevur mett, at umleið 50 túsund pør av drunnhvíta eiga í Nólsoy. Harumframt eru umleið 30 túsund pør av lunda, sum eisini er ein týdningarmikil partur av heimsstovninum í Nólsoy, upplýsir Umhvørvisstovan. Í kunngerðini stendur, at gørnini mugu ikki standa longur enn 72 tímar, áðrenn tey verða drigin. Gørnini hjá Anitu hava staðið longri enn fimm vikur. Elmar Højgaard, stjóri í Vørn sigur, at Anita hevur verið í eini undantaksstøðu, tí teir væntaðu ikki, at tað fór at taka so langa tíð, til teir kundu loysa aftur. Vørn hevur fleiri ferðir biðið reiðaríið um at draga gørnini, tí freistin var farin. Elmar Højgaard sigur seg ikki vita, hvussu Anita er mannað, men skipið fer til fiskiskap eftir teimum treytum sum eru galdandi. Javni, sum er felagið hjá fólki við menningartarni hevur aðalfund í morgin. Endamálið hjá Javna er at virka fyri javnrættindum til øll við menningartarni, men hvussu gongst felagnum at røkka teimum málum, sum felagið hevur sett sær Sigrun Wardum forkvinna í Javna var í útvarpsstovuni í morgun Einasta treytin, ið var sett, tá kappingin varð kunngjørd, var, at í minsta lagi eitt fólk skuldi vera avmyndað á myndunum, ið fólk kundu senda inn. Á vinnandi myndini, hjá Kristinu Jarnfoss, eru eitt barn og ein hundur avmyndað á sandinum í Sandágerði í Havn. Vit ynskja vinnaranum til lukku. Góðan morgun Føroyar takk fyri stóra áhugan fyri myndakappingini og tær hundraðtals myndirnar, ið vórðu sendar inn hesar tvær vikurnar, kappingin vardi. Her er føðingardagssending um sjónvarpið hjá okkum øllum. Bjarni Árting Rubeksen, Brian Samson og Høgni Mohr hava gjørt sendingina. Kristina Háfoss, tingkvinnna fyri Tjóðveldi hevur sett landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgeni Niclasen fyristpurning. Hon vil millum annað vita, hví lógaruppskot um fígging av eldraøkinum ikki vórðu løgd fyri løgtingið saman við lógaruppskotinum um at leggja ábyrgdina á kommunurnar, sum varð samtykt herfyri. Kristina Háfoss spyr, um tað ikki er órímiligt og óforsvarligt at leggja ábyrgdina av eldraøkinum út til kommunurnar við lóg, uttan at kenna til fíggjarligu avleiðingarnar. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum sigur, at í uppskotinum til fíggjarleist er lagt upp til, at fíggingin verður ásett, tá metti kostnaðurin fyri at reka økið komandi ár er kendur. Vit vita, hvat landið rekur økið fyri í dag, og útgangsstøðið er, at kommunurnar fáa tann pening, ið raksturin hevði kostað landinum, um økið ikki varð lagt út, stendur í svarinum. Í játtanarkarminum er ein upphædd ásett, 372,1 millión krónur. Formaðurin í Kommunufelagnum, Heðin Mortensen, sum í hesum døgum tingast við landsstýrið um fíggingina av eldraøkinum, hevur boðað frá, at hann enn metir, at prísurin í minsta lagi er 400 milliónir krónur. Harafturat hevur hann boðað frá, at kommunurnar vilja tryggja sær javna og støðuga eftirregulering av upphæddini, sum kommunurnar skulu hava fyri at reka eldraøkið. Jørgen Niclasen fer á tingfundinum í dag at svara fyrispurninginum frá Kristinu Háfoss. Tingfundurin byrjar klokkan hálvgum tíggju. Sankta Frans skúli hevur seinastu tvey árini gjørt royndir við serundirvísingartímum fyri orðblind, men Selmar Jacobsen skúlastjóri kundi hugsað sær at gjørt meira enn bert serundirvísing nakrar tímar um vikuna. Vit ætla at leggja upp til, at tað skal vera ein orðblindaskúli, sum er allan dagin, og sum tveir lærarar taka sær av. Vit kundu hugsað okkum, at tað eru kanska 12 næmingar í flokkinum, sigur Selmar Jacobsen við skúlablaðið. Sankta Frans Skúli hevur søkt Mentamálaráðið um at halda fram við verandi skipan eitt ár aftrat. Skúlin vil fáa størri vitan um økið, eitt nú við at lærarar hiðani fara til Danmarkar at vitja orðblindaskúla har og læra, hvussu tey gera. Endamálið er at vita, um tað ber til at reka skúlan í Føroyum nøkulunda á sama hátt. Skúlastjórin hevur í øðrum lagi eisini søkt um at sleppa at stovna ein orðblindaflokk, sum skal halda til í Sankta Frans Skúla. Tankin er, at tilboðið tá skal vera til øll í kommununi. Landsverk sigur, at brúk verður fyri, at játtanin til skúlan verður býtt øðrvísi millum árini, enn lagt er upp til. Ætlanin er, at Marknagilsdepilin skal verða klárur at taka í nýtslu við skúlaársbyrjan á sumri í 2016. Men hetta sama árið standa 168 millliónir til byggingina, og tað er ov seint, heldur Landsverk. Brúk verður fyri einum stórum parti av pengunum árið fyri. Landsverk hevur gjørt vart við støðuna og hevur boðað Mentamálaráðnum og Fíggjarmálaráðnum frá, at brúk verður fyri millum 90 og 100 av teimum 168 milliónunum longu komandi ár. Verða pengarnir ikki tøkir fyrr enn í 2016, er vandi fyri, at tað kann seinka byggingini soleiðis, at tað IKKI ber til at taka skúlan í nýtslu fyrr enn í 2017, sigur Landsverk. Hjá kvinnunum spæla Mjølnir og Fleyr. Vinnur Mjølnir hendan dystin eru tær føroyameistarar. Mjølnir vann fyrru finaluna 3 1 25 18,25 14,21 25 og 25 19 Jónhild Rasmussen er umsitari á Hugskotinum. Ynskir tú at arbeiða við íverksetan í hølunum í Niels Winthers gøtu 5, ella vilt tú bara fregnast, hvørjir møguleikar húsið kann bjóða, er at seta teg í samband við Jónhild. Tórshavnar kommuna leggur við Hugskotinum lunnar undir eitt spírandi umhvørvi til íverksetarar. Fyri at styrkja menningina av einum fjøltáttaðum vinnulívi og útlitini fyri vøkstri í kommununi, verður nýskapanarhús nú sett á stovn. Lurtari spyr Also gestirnar, um tað er í lagi, at maðurin, sum er sjómaður, hevur plakatir av naknum damum hangandi í kamarinum umborð. Plakatirnar síggjast væl, tá maðurin skypar heim við børnini, og tað dámar henni serstakliga illa. Kvinnan spyr, hvat panelið heldur um hetta. Hinir spurningarnir í sendingini eru um eina fíggjarliga sperda familju, sum umhugsar at biðja ríku mostrina um hjálp, ein maður sleppur ikki at siga fyri børnunum hjá sær, at tey eiga eina systir, sum tey higartil ikki hava vitað av og so er tað kvinnan, sum er um at sálast av, at maðurin bara liggur á sofuni, meðan hon má gera alt í húsinum. Í Kringluni í dag fara vit at hoyra um Kom og les, sum er barna og ungdómsbókafestivalur. Hesa vikuna hava rithøvundar greitt frá, vit hava hoyrt søgur og verið úti og vitjað skúlar. Eisini hava vit hoyrt um festivalin Børn og ung og mentan, sum er í Norðurlandahúsinum í hesum døgum. Tað eru sera nógv tiltøk í Norðurlandahúsinum í hesum døgum, og fleiri enn 4000 børn hava verið til barnakonsert og hava sæð bókahúsið, sum Sámal Blak hevur evnað til. Í Kringluni í dag eru vit allarfyrst úti við tveimum sjónleikarum, sum eita Hans Tórgarð og Katarina Nolsøe, tey og onnur hava ferðast í ymiskum skúlum og greitt frá upplestri og hava víst børnum, hvussu tey fáa myndir í høvdið, tá ið tey lurta eftir søgum og lesa upp. Síðani fara vit at vitja á Námi, tí har fyrireika tey talgild bókaummæli, sum verða á skránni í Norðurlandahúsinum í morgin. At enda fer listamaðurin Edvard Fuglø at greiða frá, hann hevur teknað og skrivað nógvar vælkendar bøkur, eitt nú Janus er ein stjørna, Vampyrella og Poetikus. Vampyrella og Poetikus eru í Norðurlandahúsinum og práta við børn allar dagar, tá ið festivalurin er. Myndir úr bókum hjá Edvard Fuglø verða vístar fram í Norðurlandahúsinum í hesum døgum. Fyrst eitt sindur av tónleiki, og vit hoyra sang hjá Jensinu Olsen, frá barnakórstevnuni í 2012. Jensina fer eisini at framføra til Kom og les tiltakið leygardagin. Eisini verða sangir úr Loppugrasi, sum Sólrún Michelsen hevur skrivað, sungnir. Lesiringur av Viðareiði kemur á vitjan, rithøvundar greiða frá, fyrilestrar verða og mangt mangt annað. Avísir hvørva, portalar blóma og almenni public service stovnurin sveiggjar í einum tunnum tráði. Pressutáttinum verður kjak um rembingarnar í føroysku pressuni, sum í løtuni tykist standa á einum vegamóti. Vertur er Anna Ellingsgaard, og hon tosar við Marjuna Dalsgaard, journalist Umboðsmaðurin fekk eina klagu frá einum borgara, um at Heilsutrygd ikki svaraði áheitanum frá Føroya Kærustovni í einum máli, sum borgarin hevði kært til Kærunevndina í almanna og heilsumálum. Løgtingsins Umboðsmaður heldur í niðurstøðu sínari, at talan er um ein fyrispurning, sum er lutfalsliga einfaldur at svara hjá Heilsutrygd, og tí heldur umboðsmaðurin, at tað er átaluvert, at ein áheitan frá Føroya Kærustovni um eitt kæruummæli liggur óviðgjørt í 5 mánaðir. Yvirskotið í pelagisku vinnuni veksur úr 250 milliónum í fjør upp í 750 milliónir í ár, og skipini kunnu við veiðirættindum seljast fyri millum 5 og 7 milliardir krónur. Høvuðssøgan í dagsins Sosiali snýr seg um ørandi stóra virðið av tilfeingi, sum verður útlutað ókeypis til politiskt útvaldar aktørar, sum síðani kunnu selja tey víðari við sera stórum vinningi. Greinin í Sosialinum byggir á tøl hjá búskaparfrøðinginum Kára Petersen. Búskaparfrøðingurin heldur, at stundin nú er komin til, at landið tekur eitt tilfeingisgjald, sum svarar til virðið á veiðurættindunum. Hann hevur roknað út, at rættindini kunnu seljast av tí almenna fyri einar 600 milliónir krónur árliga, og burtur úr hesum kundi hvør einstakur løntakari í Føroyum fingið ein 2500 krónur í skattalætta um mánaðin. Men føroysku politikararnir velja heldur at taka hesa upphæddina frá Føroya fólki og geva eina milliardagávu til nakrar fáar reiðarar, ístaðin fyri at selja veiðirættindini og geva vanliga løntakaranum 2500 krónur í skattalætta um mánaðin, sigur kári Petersen við Sosialin. Blaðið endurgevur hann eisini fyri at siga, at tað ikki kann vera lógligt at býta ríkidømið hjá einum fólki út til einstaklingar á hendan hátt. Leygarkvøldið klokkan 19.00 spæla Føroyar og Bosnia Hersigovina HM undankappingardyst á Tórsvølli. Útvarpið sendir dystin beinleiðis. Um hugt verður eftir stigatalvuni í HM undankappingarbólki 4, so er ikki heilt ómøguligt, at Føroyar kunnu fáa síni fyrstu stig í einari HM undankapping. Føroyska liðið hevur framvegis sítt fyrsta stig tilgóðar, men beint frammanfyri Føroyar á stigatalvuni er nevniliga Bosnia Hersigovina við einum stigi. Ljós tykist at vera fyri tunnilsmunnan í málinum um Skálafjarða og Sandoyartunnilin. Rættarnevndin hevur umsíður skrivað álit í málinum, og meirilutin í rættarnevndini, tað eru samgonguumboðini, umframt Páll av Reynatúgvu úr Tjóðveldi, mælir løgtinginum til at samtykkja uppskotið. Meirlutin leggur dent á, at verkætlanini í so stóran mun, sum gjørligt, eigur at verða framd av føroyskum vinnulívi og arbeiðstakarum, soleiðis, at bæði íløgupeningurin og raksturin koma tunnlinum til góðar. Meirlutin ásannar, at linjuføringin er partur av politisku semjuni, og tøkniliga og fíggjarliga avbjóðingin verður í samsvari við hana. Meirlutin sigur eisini, at hóast nógvir hoyringspartar hava verið í nevndini, so eru ongi sjónarmmið komin fram, sum órógva tunnilssemjuna. tað ber til fremja verkætlanina við lýstu fíggjarligu treytunum, heldur meirlutin. Hitt andstøðuumboðið í rættarnevndini, Kristin Michelsen, úr Javnaðarflokkinum, tekur støðu í tingsalinum. Byrjað varð at granska mánan Enceladus í 2005, eftir at rúmdarfarið Cassini fann vatn og ís spræna úr suðurpolinum á mánanum Enceladus. Nú eru fyrstu prógvini komin uppá, at eitt hav er goymt inni í mánanum. Havið er vantandi 10 kilometur djúpt undir ísi, ið er 30 40 kilometur tjúkkur. Leygardagin 5. apríl verður endabrestur í Norðurlandahúsinum, har rithøvundar eisini verða við. Møguleiki verður at hoyra ævintýr eftir Jakob Jakobsen, gera sína egnu bók, gera talgild bókaummæli og nógv, nógv annað, boðar Norðurlandahúsið frá. Sámal Blak hevur gjørt eitt bókaunivers, har til ber at ganga runt millum verur úr føroyskum barnabókum, sum eru komnar út í tíðarskeiðnum 2008 13. Bókauniversið stendur uppi í Skálanum í Norðurlandahúsinum til umleið 10. apríl. Í fyrireikingarbólkinum, sum hevur arbeitt við hesum, eru umboð úr Bókadeild Føroya Lærarafelags, Tjóðpalli Føroya, Býarbókasavninum, Rithøvundafelagnum, Norðurlandahúsinum og Námi. Semingsmenninir hava fundast við partarnar hvør sær alla vikuna og sett seg inn í viðurskiftini, og fleiri fundir eru avtalaðir í dag, sigur Terje Sigurðsson. Semingsstovnurin var boðsendur 24. mars, tá tað gjørdist greitt, at partarnir vóru ov langt frá hvørjum øðrum til at røkka semju. Sáttmálin gekk út í fjør. Men enn er málið ikki búgvið til eitt semingsuppskot ella eina semingsroynd. Tað verður tað týsdagin. Leygardagin 5. apríl verður ein endabrestur í Norðurlandahúsinum, har rithøvundar eisini verða við, møguleiki verður at hoyra ævintýr eftir Jakob Jakobsen, gera sína egnu bók, gera talgild bókaummæli og nógv, nógv annað. Sámal Blak hevur gjørt eina installasjón eitt bókaunivers , har til ber at ganga runt millum verur úr føroyskum barnabókum, sum eru komnar út í tíðarskeiðnum 2008 13. Bókauniversið stendur uppi í Skálanum í Norðurlandahúsinum frá til uml. 10. apríl. Í fyrireikingarbólkinum, sum hevur arbeitt við hesum, eru umboð úr Bókadeild Føroya Lærarafelags, Tjóðpalli Føroya, Býarbókasavninum, Rithøvundafelagnum, Norðurlandahúsinum og Námi. Føroya Arbeiðsgevarafelag undrast á, at í síðstu viku kom ein ávaring frá landstýrismanninum í vinnumálum til fjarskiftisveitarar um, at lækka feløgini ikki prísirnar, so verður neyðugt við ítøkiligum inntrivum í tænastupartin. Samstundis hevur landsstýrismaðurin eitt uppskot til viðgerðar um broyting í fjarskiftislógini, sum áleggur fjarskiftisveitarum fleirtals milliónir krónur í íløgum og rakstrarkostnaði til avlurtingarútgerð. Felagið sigur, at tað hongur ikki saman ta einu løtuna at krevja, at telefyritøkurnar keypa dýrar íløgur til avlurting, fyri so ta næstu løtuna at krevja, at hesi somu feløg lækka sínar prísir. Løgreglan hevur ynskt betri møguleikar at avlurta. Hetta hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag onga almenna hugsan um, men kortini loyvir felagið sær at ivast í, um grundgevingin um betri trygd veruliga heldur, av tí at avlurting av internettelefoni als ikki er partur av ætlaðu broytingunum. Út frá hesum andsagnum og ivamálum mæla arbeiðsgevararnir løgtinginum frá at samtykkja broytingarnar í fjarskiftislógini, og um løgtingið kortini ger tað, eigur rokningin at verða send politinum, sigur Arbeiðsgevarafelag Føroya. Vit hava tosað við Arna Zachariassen um týdningin hjá kristindóminum í vesturlendska samfelagnum hví so fá fara í kirkju, og um bíblian er søguligani sonn. Avvarðandi hjá búfolkum á ellis og røktarheimum ringja javnan til eldrafelagið Tign og kæra sína neyð. Eldrafelagið Tign setur spurnartekin við sparingarnar innan eldraøkið, eisini tær, sum skulu fremjast á Hamragarði í Vági. Tign vil ikki taka støðu til, hvør sparing er betri enn onnur, men sparingarnar eru burturvið. Javnan ringja avvarðandi hjá búfólkum á sambýlum, ellis og røktarheimum til felagið og kæra sína neyð. Rættarnevndin hevur havt Útoyggjafelagið á fundi, og borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, hevur eisini mælt til at knýta Hest upp í verkætlanina. Rættarnevndin hevur kortini ikki tikið áheitanina frá teimum til eftirtektar, men hevur heldur valt at halda seg til politisku avtaluna, sum floksformenninir hava gjørt. Samgonguumboðini og Páll á Reynatúgvu úr Tjóðveldi mæla Løgtinginum til at samtykkja uppskotið. Hitt andstøðuumboðið, Kristin Michelsen, tekur støðu í tingsalinum. Staðfest varð, at nakað av gassolju var farið úr einum garnaskipi, Thor, úr Hósvík, ið liggur undir gamla Bacalao. Hoyr útvarpssamrøðu við Heiðrik Kristansen, sum er átaksleiðari. Eftir at ein 34 ára gamal maður við garnaskipinum, Anitu, fór fyri borð 11. februar, var skipið verandi til fiskiskap næstan tvær vikur eftir vanlukkuna. Meðan Anita framvegis var til fiskiskap, bað fyrrverandi leiðarin á tilbúgvingarstovni Føroya, Henrik Weihe Joensen, Sjóvinnustýrið biðja Anitu koma til lands til kanningar og sjóforhoyr. Men tað gjørdi Sjóvinnustýrið ikki. Stjórin, Hans Johannes á Brúgv, helt einki galið vera við tí, at skipið helt fram at fiska. Landsstýrismaðurin heldur, at Sjóvinnustýrið gjørdi rætt, men kortini fer hann at herða reglurnar um kanningar eftir vanlukkur á sjónum. At eini eldri hús við Sundsveg í Havn vórðu tikin niður, hevur dálkað Havnará. Hol kom á ein tanga á grundstykkinum, og olja seyraði gjøgnum lendið út í Havnará, sum rennur haðan oman í viðarlundina í høvuðsstaðnum. Kristian Martin Joensen, vakthavandi løgreglumaður, sigur við Kringvarpið, at sum liður í uppruddingararbeiðinumtað fer tað at verða grivið í dálkaða lendinum mánadagin. Hon vil ikki gera bandaða samrøðu við útvarpið í dag. Hon vísir kortini á í stuttari viðmerking, at leiðslan har fer nú at gera neyðugu tillagingarnar, so játtanin fer at halda í ár tað inniber millum annað, at køkurin verður stongdur um vikuskiftið frá 1. mai. Starvsfólkini á Hamragarði søgdu í vikuni, at tey eru stúrin um umstøðurnar, tey bjóða okkara eldru borgarum. Í løtuni er reingerðin minimal, ein náttarvakt er spard burtur og allir ítrivstímar eru spardir heilt vekk. Nú skulu sparingar aftur fremjast. Í frágreiðingini, sum landsstýriskvinnan Annika Olsen fekk frá Almannaverkinum um raksturin á Hamragarði stendur, at raksturin á heiminum verður kannaður í løtuni. Øll røktarheim fáa tillutað eina játtan útfrá sama dagsprísi pr. búpláss, men tað er ymiskt, hvussu støðan er á røktarheimunum. Frágreiðingin staðfestir kortini, at enn er ov tíðliga at gera nakra endaliga niðurstøðu, hvør hevur ábyrgdina av støðuni, sum er íkomin á Hamragarði í Vági. Tað hevur fingið avleiðingar fyri limirnar hjá Føroya Pedagogfelag, at tey hava brúkt sítt talufrælsið. Tað sigur Maud Wang Hansen, sum heitir á tey um at siga frá, tá okkurt er galið. Okkara limir arbeiða undir sparingum, rationaliseringum og bygnaðarbroytingum, og tí er alneyðugt, at okkara starvsfólk tora at siga frá og brúka sítt talufrælsi, sigur hon. Bosnia Hersigovina kom á odda í 25 min. M lið skoraði Melisa Hasanbegovic, eftir rótut spæl í egnum brotsteigi. Rannvá Andreasen royndi at skalla bóltin burtur eftir royndina frá Melisu Hasanbegovic, men dómarin metti at bólturin hevði verið innanfyri mállinjuna. Føroyska liðið mótmælti ikki avgerðina hjá dómarinum, sum í kvøld var Simona Ghisletta úr Sveis. Í 78 min fekk Eyðvør Klakstein ein bólt úr vinstru síðu. Eyðvør stóð ódekkað uttanfyri brotsteigin hjá Bosnia Hersigovina, og gjørdi ikki mætari enn at smekka bóltin í málið til 1 1. Eitt sera gott mál frá ungu Eyðvør Klakstein. Hetta var eisini fyrsta málið hjá henni á A landsliðnum. Teir síðstu minuttirnir vóru merktir av at bæði liðini royndu at fáa øll trý stigini í hús. Liðskiparin Malena Josephsen var sera fegin um fyrsta stigið í fyrstu HM undankappingini í søguni hjá føroyska landsliðnum hjá kvinnum. Hon var alt í alt nøgd við at fáa ta eina stigið, men sær longu fram til komandi dyst tann 10 apríl í móti Norður Írlandi. Føroyska liðið Randi Wardum M , Sigrun Kristiansen, Malena Josephsen L , Liljan av Fløtum Petersen, Fríðrunn Danielsen, Ansy Sevdal, Oddrún Danielsen, Laila Pætursdóttir 73 min L v Arge , Olga Kristina Hansen, Ásla Johannesen 67 min Eyðvør Klakstein , Rannvá Andreasen. Komandi dystur er hósdagin 10 apríl kl 19 á Tórsvølli. Grundgevingin hjá honum fyri at fara frá er, at flokkur hansara, tann konservativi Savningarflokkurin, hevur tørv á nýggjum hugskotum. Jyrki Katainen hevur verið formaður í flokkinum í tíggju ár. Í Finlandi gita tey, at fráfarandi forsætisráðharrin ætlar sær onkran altjóða sess. kanska sum formaður í ES nevndini, tá nýggja nevndin verður útnevnd seinni í ár. Eitt av heimsins mest aktivu eldgosum, Tungurahua, 10 kilometrar sunnan fyri høvuðsstaðin í Ekvador, er byrjað at gera um seg, skrivar tíðindastovan Ritzau. Íbúgvar í grannabygdum og býum eru óttafullir, tí teir óttast, at eldgosið fer at goysa og kann elva til stóran skaða í økinum kring aktivu vulkanina, fer hon at goysa. Júst nú er avmarkað, hvussu nógv øska kemur úr eldgosinum, sigur ein talsmaður fyri myndugleikarnar, eftir eina stóra spreinging, sum var í eldgosinum fríggjadagin. Fleiri bygdir og býir eru nærhendis Tungurahua eldgosinum, ið er 5.029 metrar til hæddar. Mest hótti býuruin er Banos, ið eisini er vælumtókt ferðamál. Myndugleikarnir í Ekvador hava givið boð um at allir íbúgvarnir skulu flytast burtur. Íbúgvarnir hava kortini ikki aktað boðini og eru ikki fluttir burtur. Tungurahua eldgosið í Ekvador hevur gjørt um seg við jøvnum millumbilum síðan 1999. Í 2006 lótu seks fólk lív, tá eldgosið í Ekvador fór at goysa. Fleiri av næmingunum hava tó fingið onnur tilboð enn burturvísing. Herleif Hammer, rektari í studentaskúlanum í Hoydølum, vísir aftur at talið er høgt. Tað kunnu vera nógvir ymiskir trupulleikar, ið gera, at næmingarnir verða burturvístir, sigur Herleif Hammer, rektari á Føroya Studentaskúla og HF skeiði í Hoydølum. Áðrenn ein næmingur verður burturvístur fær hann tvær ávaringar, um hann hevur meira enn 10 prosent fráveru í øllum fakum ella 15 prosent fráveru í einum faki. Hann fær eisini tilboð um lestrarvegleiðing. Leitingin eftir horvna MH370 flogfarinum hjá Malaysia Airlines, ið hvarv á túri frá Kuala Lumpur í Malaysia til Beijing í Kina 8. mars, verður nú víðkað. Hetta hendir, eftir at eitt kinesiskt verjuskip hevur loftað signalum, ið kunnu stava frá sonevndu svørtu kassunum á flogfarinum, um tað liggur á havsins botni í Indiska Havinum. Síðan í gjár, leygardagin, hava verjuskip í leitiøkinum loftað trimum signalum, ið kunnu stava frá horvna flogfarinum. Tvær ferðirnar í gjár, leygardagin, og aftur í morgun, sunnumorgunin. Battaríini í sonevndu svørtu kassunum halda umleið 30 dagar. Tískil seta myndugleikarnir nú alla orku inn at finna flogfarið, áðrenn tað verður ov seint at finna flogfarið við signalum frá svørtu kassunum. Tað er tó als ikki vist, at signalini stava frá MH370 flogfarinum hjá Malaysia Airlines, men vit mugu royna tað, vit kunnu, sigur ein talsmaður fyri myndugleikarnar, sambært tíðindastovuni AP. Einki ítøkiligt er kortini funnið eftir horvna flogfarið, hóast leitað hevur verið í fýra vikur uttan íhald eftir horvna flogfarinum hjá Malaysia Airlines. 239 fólk vóru við flogfarinum, tá tað hvarv. Meðan hann gekk á læraraskúla, fór Árni Dahl at skriva um ítrótt í Dimmalætting. Tað gjørdi hann í fleiri ár og skrivaði eisini bók um fyrstu fótbóltslandsdystir Føroya. Seinni skrivaði Árni Dahl søguna hjá barndómsfelagnum KÍ. Hann spældi flogbólt við NFL 4, sum stóð seg væl í landskappingum. Á føstulávint í 1969 vóru læraraskúlanæmingar á minniligari dansiferð í Sumba. Í 1969 fekk Árni Dahl lærarastarv í Klaksvík, men var skjótur aftur á Venjingarskúlan í Havn, og í 1977 tók hann við starvi sum lærari í føroyskum á Læraraskúlanum. Valluttøkan var kanska yvir sjey milliónir, sigur leiðarin í óheftu valnevndini, Ahmad Yusuf Nuris tani. Hann sigur tó, at hetta er ein fyribils meting, ið kann vera óneyv. Taleban hevði annars hótt við atsóknum í gjár. Felagsskapurin heitti á herdeildir sínar um at leypa á øll, sum hjálptu til á valinum og at leypa á veljarar og trygdardeildir, sum ansaðu eftir valhølunum. Hetta hevði við sær, at yvir 200 av teimum gott 6.400 valhølunum ikki lótu upp, tí fyriskipararnir óttaðust fyri atsóknum. Men onki stórvegis álop var í gjár, sammett við tað, sum Taleban hótti við. Fimm hermenn og níggju sivilfólk doyðu kortini í samband við atsóknir undir valinum í gjár. Amerikanski uttanríkisráðharrin, John Kerry, rósar afghanska fólkinum, at tey tordu at fara á val, hóast hóttanirnar frá Taleban. Milliónir av afghanskum kvinnum og monnum fóru á val við dirvi og áhuga fyri valinum. Afghanska fólkið tryggjaði valið, sigur John Kerry. Hetta er triða forsetavalið í Afghanistan síðan 2001. Veljast skal nýggjur forseti fyri Hamid Karzai, ið hevur verið forseti seinastu árini. Tríggir menn eru favorittar at vinna valið. Teir eru Abdullah Abdullah, fyrrverandi uttanríkisráðharri, Ashraf Ghani, fyrrverandi fíggjarmálaráðharri, og Zalmay Rassoul, sum starvast í Heimsbankanum. Roknað verður við, at neyðugt verður við einum umfari aftrat í forsetavalinum í Afghanistan. Um so verður, verður tað umfarið í mei mánað. Deildirnar hjá NATO verða tiknar úr Afghanistan seinni í ár. Í morgin verður greitt, hvat løgtingslimir halda um uppskotið hjá landsstýrinum, um hvussu nógvir pengar skulu brúkast til at reka samfelagið fyri næsta ár og komandi fýra árini. Løgtingið hevur í morgin fyrstu viðgerð av uppskotinum um játtanarkarmar fyri 2015. Sambært uppskotinum til karmar verður hallið á fíggjarlógini komandi ár 196,7 milliónir krónur. Sparingar tað sum landsstýrið kallar útreiðslutiltøk skulu gerast fyri 146 milliónir krónur. Hesar sparingar skulu finnast innan millum annað fólkaskúlan, heilsuøkið og í aðalráðunum. So skal landið útvega sær fleiri eyka inntøkur tað sum verður kallað inntøkutiltøk. Finnast skulu 200 milliónir krónur næsta ár, og hesir pengarnir skulu millum annað koma frá loyvisgjøldum í alivinnuni og tilfeingisgjøldum í fiskivinnuni. Tingfundurin mánadagin byrjar klokkan hálvgum tvey seinnapartin. Játtanarkarmarnir eru einasta málið á dagsskránni hjá løgtinginum í morgin. Um tankin, at eg ikki komi heilskapaður aftur fyllir ov nógv, kundi eg tað sama latið vera við at fara. Eg má fyrireika meg uppá, at eg komi aftur, sigur Arne Vatnhamar við útvarpið. Í løtuni situr hann heitt og fjálgt umborð á Qatar Airways QR160 flogfarinum við kós móti Kathmandu, har hann væntandi kemur klokkan 11 55 lokala tíð mánamorgunin. Men, komandi vikurnar verða tó alt annað enn heitar og fjálgar fyri Arna Vatnhamar. Hann ætlar sær at verða fyrsti føroyingur, ið røkkur tindin á heimsins hægsta fjalli, har kuldin kemur niður í 40 kuldastig. Samstundis sum 3.000 fólk hava eydnast upp á tindin á heimsins hægsta fjalli, er tað eisini ein sannroynd, at fleiri enn 200 fólk hava latið lív í royndini at koma sær upp á heimsins hægsta fjall. Hetta fær ikki Arna Vatnhamar at setast aftur. Eg havi verið og keypt mær eitt lítið Merki, sum eg gleði meg til at kunna veittra við og taka mynd av, tá eg standi á toppinum á Mount Everest, sigur Arne Vatnhamar í samrøðu við útvarpið. Hósdagin, eftir tríggjar nætur á hotelli í Kathmandu, byrjar sjálv ferðin hjá Arna Vatnhamar upp á Mount Everest. Tú kanst fylgja ferðini hjá Arna Vatnhamar her Vatnhamar Adventures letur upp í nýggjum kaga Ikki fyrr enn sjálv fíggjarlógin kemur í heyst, ber til at siga, um roknistykkið hjá landsstýrinum hongur saman. Tað heldur formaðurin í Búskaparráðnum, Sverri Hansen. Landsstýrið hevur sett sær fyri at hava avlop á fíggjarlógini í 2016. Hallið komandi ár verður knappar 200 milliónir krónur. Um hetta fer at halda, fer fíggjarlógarviðgerðin í heyst at vísa, sigur formaðurin í Búskaparráðnum. Men vit hava ikki funnið flogfarið, og hava brúk fyri fleiri ábendingum, sigur Angus Houston, leitingarleiðari. Hann leggur aftrat, at ljóðið sum teir hava hoyrt, eru somu ljóð, sum koma úr einum svørtum kassa. Tað er hugaligt at hoyra ljóð, men tað fer at taka fleiri dagar at fáa greiðu á, um ljóðið stavar frá horvna malaysiska flogfarinum, sigur Angus Houston. Skipið Ocean Shield hevur hoyrt ljóð tvær ferðir. Fyrru ferð hoyrdist ljóðið í góðar tveir tímar, seinnu ferð í 13 minuttir. Verður rætta kósin funnin, so er ætlanin at senda ein kavbát at kanna, um vrakrestir eru á botninum. Har er djúpt, niður í 4.500 metrar, og djúpari sleppur kavbáturin ikki. Ljóðið sum er at hoyra, er á leiðini vestanfyri Australia, langt av kósini, sum flogfarið skuldin halda, Tá tað fór úr Kuala Lumpur til Beijing. Heilsumálaráðið er nú farið at gera eina heildarætlan fyri rúsdrekka og rúsevnir. Talan verður um eina heildarætlan við uppskotum um átøk, sum skulu setast í verk árini frá 2015 til 2020. Heildarætlanin verður ætlandi liðug um eitt ár. Alsamt fleiri danir eru farnir at troyttast av Helle Thorning Schmidt og Lars Løkke Rasmussen og ynskja onnur forsætisráðharraevni til næsta fólkatingsval. Ein neyvt raðfest skuggafrágreiðing er send ST viðvíkjandi teimum økjum, har Føroya Landsstýrið ikki hevur tikið nøktandi stig til fult út at yvirhalda tað, sum Løgtingið hevur bundið seg til við at seta ST sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, í gildi í Føroyum. Skuggafrágreiðingin hjá MBF hevur verið ávegis eitt gott ár. Limafeløgini í MBF hava fingið møguleika at senda tilfar til frágreiðingina inn til MBF skrivstovuna. Formansfundir hava verið, har skuggafrágreiðingin hevur verið til viðgerðar. Í august fingu øll limafeløgini í MBF skuggafrágreiðingina til hoyringar, áðrenn hon varð týdd til enskt og spanskt. Føroya Landsstýrið hevur sent sína frágreiðing til ST saman við donsku stjórnini. Víst verður á, hvussu Landsstýrið metir, at ST sáttmálin fyri fólk, sum bera brek, verður hildin í Føroyum. Nú skuggafrágreiðingin er liðug og almannakunngjørd, er næsta stig ein fundur í Geneve í apríl, har umboð fyri MBF koma at luttaka. Hesin fundur er rættiliga avgerandi fyri MBF, tí tað er á hesum fundinum avgjørt verður, hvørji evnir verða tikin við í list of issues . Evnini, sum verða tikin við í list of issues , eru grundarlag fyri próvtøkuni, sum Føroya Landsstýrið skal til í Geneve í september. Spurningur til Brúkaraumboðið Rannvá Ragnarsdóttir Herfyri keyptu vit eina song í Havn. Vit betalti fyri songina og tey skuldu so koyra hana heim til okkara vit búgva ikki í Havn . Men har kom ongin song, og tá vit ringdu var ordrin blivin burtur, men nú skuldi tey senda hana. Tað gingur aftur nakrir dagar, so kemur songin, men tað er ikki tann vit høvdu bílagt, tí hon var alt for stór og passaði ikki inn. Handilin kom so aftur eftir skeivu seingini og skuldi so senda røttu seingina. Hon kom eisini, men tá var ongin botnur í seingini. Tá vit ringdu søgdu tey, at botnurin kostaði 150, , men tað høvdu tey gloymt at fortelja okkum. Mín spurningur er, kann eg krevja at fáa pengarnar aftur við seingina, nú eg skal gjalda eyka fyri botnin Annfinn V. Hansen er farin frá sum formaður í Reiðarafelagnum fyri Farmaskip. Stjórin í Skansi Offshore, Jens Meinard Rasmussen er nýggjur formaður í felagnum. Formansskifti var formelt gjørt á aðalfundinum í felagnum hósdagin í farnu viku, skrivar Vinnuhúsið í tíðindabrævi. Hentzar Steingrímsson, Kaj M. Petersen og Jónas Sigmarsson vóru afturvaldir og Christian Danielsen er nýggjur í nevndini. At so nógv skip nú eru skrásett í FAS skipanini hevur sjálvsagt sína positivu ávirkan á avleidda virksemið og til dømis arbeiðspláss fyri føroyskar sjómenn. Eisini skapar henda vinna nýggj vitunararbeiðspláss á landi. Búskaparliga íkastið av avleidda virkseminum av FAS byrjar nú av álvara at síggjast aftur í føroyska samfelagnum, so sigast má, at í mun til endamálið við skipaskránni, so gongur eftir ætlan, skrivaði fráfarandi formaðurin í ársfrágreiðingini. Jan Rein sigur seg hava fingið góða hjálp frá Kris, ið er hjálparfelagsskapur, ið hevur til endamáls at vegleiða og hjálpa fólki, sum hava verið fyri kynsligari misnýtslu. Morgunsendingin skiftir eisini orð við Gvøðbjørg West, ið er dagligur leiðari hjá Kris. Christian í Grótinum er júst liðugur at landa, og Fagraberg liggur og bíðar eftir at sleppa framat at landa. Tað er svartkjaftur, sum Hasbrún hevur fingið frá føroysku skipunum, og harumframt hevur virkið fingið nakað av havgølti frá útlendskum skipum. Tað árið var sera vánaligt, sigur stjórin, Odd Eliasen. Hann sigur seg vóna, at virkið í minsta lagi fær líka stóra nøgd í ár, sum virkið fekk í fjør. Talið av næmingum, sum hava tørv á hjálp, tí teir hava stavi og lesitrupulleikar, er hækkað nógv, síðani studentaskúlin fyri eini tveimum árum síðani byrjaði at veita meira hjálp til hesar næmingar, sigur Herleif Hammer, rektari í studentaskúlanum í Hoydølum. Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, heldur, at fráboðanarskyldan, sum varð staðfest við lóg í fjør vár, er ein ósigur fyri arbeiðarafeløgini, sum tí eru viknað og standa veikari í samráðingunum. Avtalan smakkar arbeiðarafeløgunum illa, tí feløgini eru trýst til at góðtaka treytirnar, sigur Georg F. Hansen. Partarnir hava handað hvørjum øðrum krøvini til nýggjan sáttmála, sum skal koma fyri hann, sum gongur út tann 1. mai. Georg F. Hansen vil ikki gera viðmerkingar til sjálvar samráðingarnar, og hann vil heldur ikki siga, hvørji krøvini hjá arbeiðararfeløgunum eru. Men hann fegnast um, at arbeiðarafeløgini afturfyri at góðtaka kravið um fráboðanarskyldu nú fáa ávirkan á setanarviðurskiftini í sáttmálanum. Avtalan, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini hava undirskrivað merkir, at verður verkfall fráboðað fyri middag, verður roknað til á middegi, og verður fráboðað eftir middag, verður roknað til midnátt, tá verkfallið fær gildi. Tað vil við øðrum orðum siga, at tað altíð eru millum 48 og 60 tímar frá tí at møguligt verkfall er fráboðað til tað fær gildi. Samráðingarnar millum Føroya Arbeisðgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini verða skipaðar við samráðingarfundum millum partarnar fram til 1. mai, tá sáttmálin gongur út og nýggjur skal koma ístaðin. Í desember skarvaði fíggjarnevndin 11 milliónir krónur av játtanini til fólkapensjón, tí nevndin helt, at Almannamálaráðið yvirmetti tørvin á hesum øki. Nú krevur Almannamálaráðið at fáa hesa upphæddina aftur, tí ráðið heldur uppá, at fíggjarnevndin fór skeiv Formaðurin í fíggjarnevndini sigur, at gongdin í ár fer at vísa, hvør teirra hevur rætt Framskrivingar av fólkatalinum 67 ár og eldri vísa, at neyðugt er verður at hækka útreiðslurnar til fólkapensjón við 21 milliónum krónum , stendur í játtanarkørmunum,. Hendan upphædd, 21 milliónir krónur, er fyri fíggjarárið 2015, men helvtin av upphæddini, 11 milliónir krónur, er tann upphæddin, sum fíggjarnevndin so seint sum í desember skarvaði av játtanini fyri í ár. Hetta var tá fíggjarnevndin gjørdi sítt álit um fíggjarlógina fyri í ár. Tá var ein ávísur tvídráttur millum landsstýriskvinnuna í almannamálum øðrumegin og fíggjarnevndarformannin hinumegin, tí Bárður Nielsen helt, at Almannamálaráðið hevði kravt í so nógv til fólkapensjón. Landsstýriskvinnan royndi sínu megin at verja borg og segði, at Almannaverkið mundi dugað betri at framskriva á hesum økinum enn fíggjarnevndin, men nevndin átti seinasta orðið og skar 11 milliónir krónur av játtanini. Men nú tingið fer undir at viðgera játtanarkarmarnar fyri árini 2015 til 2019, er øll skerjingin komin á aftur játtanina. Hósdagin segði Annika Olsen, landsstýriskvinna, at Almannaverkið heldur uppá somu framskrivingar, sum tá vórðu gjørdar fyri í ár, og at Hagstovan var komin við útrokningum um øktar útreiðslur til fólkapensjón fyri 2015, so samlaði eykatørvurin verður 21 milliónir í 2015. Í dag sigur Bárður Nielsen, at enn so so lítið liðið út árið fyri at kunna siga, hvørt játtanin heldur ella ikki, tí veruligu útreiðslurnar mugu staðfestast fyrst Tað gongur skjótt at seta nýggja uppsjóvarvirkið í Fuglafirði, Pelagos, upp. Bygningurin kemur úr Danmark, og har henda broytingar hvønn dag. Mið vinstrasamgongan fekk 27 prosent av atkvøðunum, og høgravendi tjóðskaparflokkurin, Jobbik, fekk 18 prosent. Viktor Orban var sera væl nøgdur eftir valið, og sigur seg hava vunnið stórsigur. Forsætisráðharrin broytti valskipanina í farna valskeiði, og undirtøkan sum flokkurin fekk, ger, at hann hevur tveir triðingar av sessunum í tjóðartinginum, og kann tí stjórna einsamallur. Meðan hann hevur verið forsætisráðharri, hevur Viktor Orban gjørt stórar broytingar, millum annað við dómstólunum og tjóðbankanum, og hevur samtykt lógir, so hann kann halda í oyruni á miðlunum. Tey sum finnast at Orban, siga, at hann hevur sett fólk í starv, sum bara gera sum hann vil. Og Es hevur funnist at honum fyri at samtykkja lógir sum ikki eru demokratiskar. Men tað er eydnast Viktor Orban at fáa búskapin á beint, og at steðga príshækkingum á orku, og tí var væntandi, at hann fór at fáa stóra undirtøku á valinum. Russiskt sinnaði mótmælisfólk tóku seg í gjár inn í stjórnarbygningar har eysturi í Ukraina. Amerikanskir sendimenn siga, at russiskir hermenn eru á varðhaldi við ukrainska markið, har teir vanliga ikki eru í friðartíð, skriva tíðindastovurnar Ritzau og AFP. Amerikanskir talsmenn í OSCE felagsskapinum fyri Trygd og Samstarv í Evropa heita á Rusland um at avmarka stríðið og heldur samskifta við altjóða samfelagið. Samstundis sigur fyribils virkandi ukrainski forsetin, Oleksandr Turtjynov, at Rusland eigur sín lut í ofriðinum, sum hevur verið har eysturi í Ukraina seinastu tveir dagarnar. Mótmælisfólkini, sum halda við Ruslandi, eru partur av eini ætlan, sum skal máa støðið undan Ukraina, sigur ukrainski forsætisráðharrin, Arsenij Jatsenjuk. Víðgongdu bólkarnir samskipa sínar atgerðir við útlendsk herlið. Teir hava ætlanir um at fáa skapt ófrið, og at fáa útlendsk herlið at fara yvirum markið at taka landaøki. Tí loyva vit ikki, segði Jatsenjuk á stjórnarfundi í Kiev í dag. Í fleiri landspørtum í Ukraina ynskir fólkið at hava fólkaatkvøðu, um landið skal gerast partur av stýrinum í Moskva, tá Ukraina heldur forsetaval tann 25. mai. Høvuðsvalevnini ynskja bæði, at Ukraina skal knýta tættari bond við Evropa, og gerast minni bundið at Ruslandi, soleiðis sum landið søguliga hevur verið, skriva Ritzau og AFP. Hetta eru kanningar, ið hava verið gjørdar á hvørjum ári síðan 1982, og høvuðsendamálið er at fáa eina mynd av, hvussu støðan er í teimum ymsu stovnunum, serliga av toski, hýsu og upsa. Fyribils úrslit vísa, at stovnarnir av toski og hýsu eru illa fyri, og at upsastovnurin er í hampuligum standi. Yvirlitstrolingarnar geva tilfar, ið skal nýtast í stovnsmetingunum av toski, hýsu og upsa. Talan er um veiði í vekt og í tali, longdarbýti, vektbýti, aldursbýti, kynsbýti og kynsbúning. Trolingarnar geva eisini ábending um, hvussu nógv er til av øðrum fiskasløgum. Hvítingsbróður er nú aftur í vøkstri og tykist vera hampuliga væl fyri. Litið hevur verið at fingið av svartkjafti í fleiri ár, men nú sær betri út, serliga tí væl meria hevur verið at fingið av smáfiski, vísa yvirlitstrolingarnar. Lítli kongafiskurin og gull laksur tykjast vera støðugir. Av flatfiski tykist reyðsprøka at vera væl fyri, tunga hevur verið støðug seinastu mongu árini, meðan sera lítið hevur verið at fingið av kalva seinstu fýra árini, skrivar Havstovan. Veðheldur landið fyri lánunum til Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin, verður rentan millum eitt og trý prosent LÆGRI enn um almenna partafelagið einsamalt skal bera vágan við trygd í tunnlunum. Tað fekk Rættarnevndin at vita frá umboðum fyri peningastovnarnar, tá hon viðgjørdi tunnilsætlaninar. Uppskotið um at stovna partafelag og at byggja og reka tunnlarnar fær 2. viðgerð í løgtinginum í dag. Umboð fyri føroysku peningastovnarnar søgdu í Rættarnevndini, at teir hava áhuga at veita fígging, men teir megna tað neyvan einsamallir, og tí má útlendsk fígging eisini til tunnlarnar. Fólk eru blivin uppringd frá ókendum útlendskum telefonnumrum, ella hava fingið SMS boð, sum biða tey ringja á útlendska nummarið. Men tað kann gerast ein dýr søga at ringja uppaftur. Hetta ørkymlar foreldur og onnur avvarðandi, og tí hevur Javni, felagið hjá fólki við breki og menningartarni, vent sær til Heilsumálaráðið við trupulleikanum. Orsøkin til støðuna eru ógreið viðurskifti í sáttmálanum millum Heilsutrygd og felagið Føroyskir fyrisoterapeutar, skrivar Javni í ársfrágreiðingini fyri 2014. Samráðingar hava verið millum Heilsutrygd og felagið hjá føroysku fysioterapeutum fyri at finna fram til, hvussu skipanin best kann fáast at virka frameftir. Javni hevur heitt á heilsumálaráðið um at hava í mentu, at at eisini onnur enn fólk við fjølbreki hava brúk fyri varðandi fysioterapi. Javni heitir somuleiðis á Heilsumálaráðið um at lata gomlu skipanina virka til samráðingarnar um eina nýggja skipan eru komnar á mál. Endamálið er at skapa eitt betri lestrarumhvørvi og at skapa karmar fyri tiltøkum av ymsum slag, sum skulu stimbra og menna lestrarumhvørvi. Í hesum sambandi hevur Ráð teirra lesandi havt fund við leiðsluna og vegleiðaratoymið á Fróðskaparsetrinum, umframt við umboð fyri MFS, Meginfelag Føroyskra Studenta. Vónirnar, um at finna horvna malaysiska flogfarið, eru farnar at vikna, nú tað í dag er ein mánaði síðani flogfarið hvarv, og tí halda battaríini í svørtu kassunum sær ikki longur. Um vikuskiftið hoyrdu fleiri skip ljóð, sum kundu stava frá svørtu kassunum, men síðan seinnapartin leygardagin og fyrrapartin sunnudagin, hevur einki verið at hoyrt, sigur Angus Houston, sum stendur á odda fyri leitingini. Vit mugu tryggja okkum, at als einki er at gera, og tá steðgar leitingin, sigur Angus Houston. Hóast útlitini eru døpur, so ætla myndugleikarnir at leita í nakrar dagar aftrat. Serlig útgerð verður nú nýtt, fyri at royna at fáa ljóð frá svørtu kassunum. Eydnast tað, so er ætlanin at senda ein kavbát niður at vita um flogfarið liggur á 4.500 metra dýpi vestanfyri Australia. Norska alivinnan sleppur ikki at ala meir, fyrr enn trupulleikin við lús, og at ov nógvur fiskur sleppur úr alibrúkunum, er loystur. Tað ger norski fiskimálaráðharrin, Elisabeth Aspaker vinnuni greitt. Seinastu árini er norska alivinnan vaksin nógv, og av tí sama er trupulleikin við lús vaksin, samstundis sum nógv størri nøgdir av laksi sleppa úr brúkunum. Í eini røðu fyri fiskivinnuni, segði Aspaker, at støðan í alivinnuni er alt annað enn góð, tá talan er um lús, og tá talan er um fisk sum sleppur úr brúkunum. Fiskimálaráðharrin vísti á, at lús er funnin í laksi sum er útfluttur til Spania, og tað økir ikki um umdømið hjá vinnuni, skrivar Fiskaren. Vinnan hevði vónað, at Elisabeth Aspaker fór at kunngera, hvussu nógv kann alast í Noreg, men tað hevði hon einki boð uppá. Tí roknar vinnan við, at umhvørvið fær avgerandi leiklut á, hvussu stór norska alivinnan kann gerast. Landsjúkrahúsið hevur nú fingið nýggjar íbúðir og kømur til sjúklingar og barnakonur, sum ikki nýtast at vera innløgd, men tó eru knýtt at sjúkrahúsinum. Íbúðarhæddin hevur samstundis skift navn frá Herberginum til Gestalonin. Morgunsendingin vitjaði nýggju Gestalonina í morgun Í morgun var kaffiprát í Kaffihúsinum í Vágsbotni. Dagligi leiðarin í Kris, Gvøðbjørg West, var gestur í kaffiprátinum, og tað var psykoterapeuturin, Bjørg Mortensen, sum tosaði við Gvøðbjørg. Hevur tú áhuga at hitta onkran, sum tú kundi hugsa tær at tosa nærri við, og um, so er at seta teg í samband við okkum í sendingini Góðan Morgun Føroyar. So royna vit at fáa avtaluna í lag. Annars byrjar dagurin við at mjólka. Húskini bæði skiftast um at mjólka eina viku í senn, og í morgun er tað Jógvan Jón Petersen, sum mjólkar. Neytini eru av norskum slag, men tey eru nakað tung og mjólka eisini í meira lagi til nýtsluna í oynni. Konan, Eva úr Dímun, festari, sigur, at tey ætla at fáa sær neyt av Jersey slagnum, ið eru smærri og góð beitidýr. Tey hava gjørt royndir við ísáðing á Sandi. Fyri kortum eru bæði sethúsini høvuðsumvæld. Janus úr Dímun yngri greiðir frá, at tey leggja dent á, at húsini skulu hava sama snið, sum tey altíð hava havt. Dímun hevur samstarv við Kommunuskúlan í Havn, ið sendir lærarar út at undirvísa teimum báðum børnunum í oynni, Døgg og Sprota. Hesa vikuna er Hilmar Joensen lærari, og hann er fegin um at sleppa til Dímunar. 10 ára gamla Døgg Jógvansdóttir úr Dímun greiðir frá, hvussu tað er at vera barn í Dímun. Hon væntar, at hon ein dag verður bóndi í Dímun. Vit hoyra eisini Døgg spæla eitt stykki á violin saman við Hilmari, sum spælir harmoniku. 90 ára gamli Janus úr Dímun greiðir frá kirkjuni og kirkjugarðinum. Pápi hansara datt oman og er tann seinasti, ið er grivin her. Hetta hendi tveir mánaðir eftir, at Janus var føddur. Saman við Janusi úr Dímun yngra eru vit niðri í Kleiv, sum er kend úr Føroyingasøgu, tá Brestir og Beinir flýddu undan Tróndi, og her varð tann navnframa Annika úr Dímun flutt til Havnar at verða dømd. Hjúnini Eva úr Dímun og Jógvan Jón Petersen hava nú rikið garðin í Dímun í 11 ár, og tey halda framvegis, at oyggin er spennandi. Eva sigur, at um Jógvan Jón ikki hevði áhuga fyri garðinum, hevði hon heldur ikki verið her. Tað er áhugin og trivnaðurin, ið telur mest, sigur Eva. Síðani lundin hvarv, hava tey ment fleiri hjávinnur á garðinum. Tey garva skinn, hava neyt og dyrka røtur og annað afturat sjálvum seyðahaldinum, sum framvegis er høvuðsvinnan. Tey 70 fólkini eru tikin, tí tey høvdu hertikið stjórnarbygningar í býnum, sigur ukrainski innanríkisráðharrin, Arsen Avakov. Talan var um eina antiyvirgangsatsókn, sum skuldi tryggja friðin, sigur ukrainski innanríkisráðharrin. Miðbýurin er stongdur og hann verður latin upp aftur, so skjótt sum viðurskiftini eru trygg, sigur hann. Samstundis ávarar Rusland Ukraina ímóti at lata herin taka sær av viðurskiftunum í eystara partinum av Ukraina. Russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, ávarar Ukraina ímóti at senda herin til eystara partin av landinum, tí tað kann føra til borgarakríggj, sigur hann. Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, segði við útvarpið fyri góðum mánaða síðan, at Miðflokkurin fór at skifta landsstýrisfólk í summar. Hann váttaði eisini fyri Norðlýsinum, at flokkurin leitaði eftir einum nýggjum landsstýrisfólki. Tá Karsten Hansen tók við sum landsstýrismaður eftir valið í 2011, varð eisini sagt, at hann bert skuldi sita í sessinum í tvey ár, men nú heldur hann so fram í sessinum, kunnger Miðflokkurin í dag. Fimm valevni vóru til samrøðu hjá floksstjórnini, sum søgdu seg taka av, um teimum stóð í boði at fara út í Heilsumálaráðið. Niðurstøðan var kortini, at tað var frægast, at Karsten Hansen heldur fram, sigur Jenis av Rana, formaður. Vit fara nú undir samráðingarnar, og vit ætla at halda fram, til semja er funnin, sigur Terje Sigurðsson, annar av semingsmonnunum, ið skal tryggja sjúkrarøktingarfrøðingum nýggjan sáttmála. 21. mars boðsendi Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar semingsmonnum, tí mett varð ikki, at partarnir komu til ein nýggjan sáttmála uttan semingsfólk. Terje Sigurðsson vil ikki siga so nógv enn. Kortini váttar hann, at tað eru serliga lønin og eftirlønin hjá føroyskum sjúkrarøktarfrøðingum, ið skilir partarnar. Hvørgin parturin, hvørki Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum ella felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, hevur boðað frá arbeiðssteðgi, tað er verkfalli ella verkbanni. Frederiksberg Volley skrivar á heimasíðuni í dag, at felagið er farið á húsagang. Tað hevur við sær, at felagið skal í næstbestu deildina at spæla. Í løtuni vita tær báðar ikki, hvussu verður í komandi kappingarárið, men tær umhugsa, at fara til Amager Volley, sum spælir í næstbestu deildini í Danmark. Sofía Purkhús sigur við kvf.fo, at tað er lítið lokkandi at halda fram í Frederiksberg Volley, um felagið ikki heldur fram í bestu deildini, og tað er greitt, at tað ger tað ikki. Tað er meiri lokkandi at fara til Amager Volley, og royna at fáa tað felagið upp í bestu deildina. Har eru fleiri góðir føroyskir spælarar, og tað hevði verið áhugavert at roynt seg har, sigur Sofía Purkhús. Í løtuni eru fýra føroyskir leikarar í Amager Volley. Tær eru Eina Kalsø Mjølnir , Elisabeth Purkhús Mjølnir , Elsa Sandberg Dráttur og Ella Joensen KÍF . ES direktivið um goyming av dátu í avlurtingarhøpi er í dag ógildað av ES dómstólinum. Orsøkin er, at goymingardirektivið ikki virðir frið einstaklings. Goymingardirektivið er ein meginsúla í avlurtingarpakkunum, sum ES londini hava sett í gildi, og sum klokkan 11 í morgun var fyri á Føroya løgtingi til aðru viðgerð. Suðuroyarportalurin skrivar, at sum skilst, er spart í reingerðini, og eitt starvsfólk varð í gjár sagt úr starvi. Stovnurin hevur fingið boð um at spara 60 tímar afturat um vikuna fyri at spara 700.000 krónur Í brævi til fjølmiðlar í farnu viku vístu starvsfólk á, at frammanundan er røktin longu skorðin inn á bein, og at starvsfólkini eru stúrin um hvørjar umstøður, tey hava at bjóða eldru borgarunum. Í verandi løtu er reingerðingin minimal, ein náttarvakt er spard burtur, og allir ítrivstímar eru spardir burtur. Starvsfólkini hava fingið at vita, at einasta loysn er at steingja køkin í vikuskiftunum. Matur til vikuskiftini skal sostatt vera klárur tíðliga fríggjadag, og hitast upp til leygardag og sunnudag. Jastrid Nielsen, leiðari á ellis og røktarheiminum í Vági, hevur onga viðmerking, annað enn, at skalt tú spara, so rakar tað altíð onkran. Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, sigur, at kommunan í brævi frá Lindu Helsselberg á fútaskrivstovuni hevur fingið at vita, at svar kann væntast í hesi vikuni. Tvøroyrar kommuna hevur fleiri ferðir rykt eftir svari. Nú, meira enn hálvt ár er liðið síðan oljulekan 25. september í fjør, veit Tvøroyrar kommuna framvegis ikki, hvør skal hava rokningina fyri uppruddingararbeiðið, sum kommunan í fyrsta umfari rindaði fyri. Kristin Michelsen skilir ikki, at tað skal hava tikið so langa tíð hjá myndugleikunum at fáa staðfest, hvaðan oljan stavar. Bara tríggir møguleikar eru, tí bara trý skip kunnu hava likið oljuna. Royndir vórðu alt fyri eitt tiknar av oljuni, men rúm tíð gekk áðrenn hesar vórðu sendar av landinum til nærri greiningar, hóast tað tá, í september í fjør, varð sagt, at tað kundi taka upp í seks vikur at greina oljuroyndirnar. Tað ber enn ikki til at geva nøkrum bót fyri oljudálkingina, ið hevur kostað kommununi fleiri hundrað túsund krónur, tí enn er ikki staðfest, hvør dálkaði Trongisvágsfjørð. Bótin er stór, tí fyri 500 litrar av olju er bótin 150.000 krónur, og hon er 250.000 krónur fyri 1.000 litrar. Tað ber eisini til at geva skipum bót fyri ikki at boða frá oljudálking. Umhvørvisstovan hevur enn einki frætt frá politinum og veit tí ikki, hvussu verður við málinum um oljulekan á Trongisvágsfirði. Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa fatur á Lindu Hesselberg á fútaskrivstovuni nú fyrrapartin. 22. juli 2011 varð ein dagur, ið rakti norsku tjóðina meint, tí hetta var dagurin Anders Behring Breivik framdi sínar illgerðir í Oslo og á Utøya. Dagin eftir átók norski advokaturin Geir Lippestad eftir áheitan frá Breivik sjálvum, at verja norska hópdrápsmannin ein avgerð, ið ikki var heilt løtt at taka. Geir Lippestad hevur nú skrivað bókina Tað, vit kunnu standa við , ein bók, sum Sprotin 7. mars gav út í føroyskari týðing eftir Edvard Olsen. Vit hava fingið Sigmund Poulsen, advokat, Leiv Persson, formann í Búskapar og Løgfrøðingafelagnum, og Edvard Olsen, ið hevur umsett bókina, at umrøða bókina úr einum demokratiskum sjónarhorni. Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, sigur, at kommunan í brævi frá Lindu Helsselberg, ákæra á fútaskrivstovuni, hevur fingið at vita, at svar kann væntast í hesi vikuni. Tvøroyrar kommuna hevur fleiri ferðir rykt eftir svari. Nú, meira enn hálvt ár er liðið síðani oljulekan 25. september í fjør, veit Tvøroyrar kommuna framvegis ikki, hvør skal hava rokningina fyri uppruddingararbeiðið, sum kommunan í fyrsta umfari rindaði fyri. Royndir vórðu alt fyri eitt tiknar av oljuni. Men rúm tíð gekk áðrenn royndirnar vórðu sendar av landinum til nærri greiningar, hóast tað tá, í september í fjør, varð sagt, at tað kundi taka upp í seks vikur at greina oljuroyndirnar. Av tí at tað framvegis ikki er staðfest, hvør dálkaði, ber enn ikki til at geva nøkrum bót fyri dálkingina, sum hevur kostað kommununi fleiri hundrað túsund krónur. Bótin er stór. Fyri 500 litrar av olju er bótin 150.000 krónur, og hon er 250.000 krónur fyri 1.000 litrar. Steinunn órarinsdóttir sýnir í løtuni fram 26 standmyndir av menniskja figurum við yvirskriftini Mørk . Standmyndirnar standa ymsastaðni í Grant Park í Chicago. Drongurin kann verða dømdur at rinda 300 dollarar í bót, fyri at hava framt herverkini, og upp í 10.000 dollarar fyri at hava framt herverk móti almennum ognum, skrivar Chicago Tribune í dag. Talan er um somu standmyndir, sum vóru settar upp í Viðarlundini, á Vaglinum og uttanfyri Norðurlandahúsið í Havn, og herverk varð eisini framt móti teimum tá. Í august vórðu standmyndirnar so fluttar úr Føroyum til Chicago. Har hava ókendir gerningsmenn um vikuskiftið sproytað máling á 18 standmyndir og skrivað ólesiligar bókstavir á tær, skrivar Chicago Tribune. Herverkið er meldað til løgregluna í Chicago. Eftir ætlan skuldu standmyndirnar longu verið tiknar niður, men sambært Chicago Tribune, avgjørdi Steinunn órarinsdóttir at lata tær standa til oktober í ár, tí framsýningin hevur verið so vælumtókt. Standmyndirnar hjá Steinunn órarinsdóttir hava fyrr verið framsýndar í øðrum londum, men í Føroyum var tað fyrstu ferð, at tær ikki hava fingið frið. Ein standmynd er tó framvegis eftir í Føroyum. Hon situr á einum beinki á Vaglinum í Havn. Uppsjóvarvinnan skal gjalda landskassanum meira, enn hon ger, og tað skal hon longu í ár, sigur Bárður á Steig Nielsen, formaður í Fíggjarnevndini. Óalmindeliga góður matur, sigur Fanny Johannesen, sum býr á røktar og ellisheiminum Heimið á Grønanesi í Vestmanna. Har hava tey fingið uppafturhitaðan mat, síðan Heimið lat upp fyri ári síðan. Fanny Johannesen dámar væl matin um vikuskiftini, hóast hann er uppafturhitaður. Tað sama gera eisini hini búfólkini, ið Fanny býr saman við, sum sjónvarpið tosaði við týsdagin. 68 ára gamli tilflytarin av Eiði, Jaspur Kruse, hevur seinastu trý árini ella so fingst við at umvæla Niðristovuhoyggjhúsið í Kunoy, sum nú verður gjørt til listasavn í oynni. Og tingmál nummar 77, tað eitur Uppskot til løgtingslóg um at stovna partafelag og at byggja og reka undirsjóvartunlar millum Streymoy og Eysturoy og millum Streymoy og Sandoy. Fíggjarliga byrðan, sum landskassin noyðist at átaka sær í sambandi við Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin, fer at avmarka rásarúmið hjá landskassanum tey árini, tunlarnir verða gjørdir. Ein so stór fíggjarliga byrða tey árini, byggingin varar, vil alt annað líka avmarka fíggjarliga rásarúmið hjá landskassanum sama tíðarskeið, sigur Búskaparráðið í einari viðmerking, sum Rættarnevndin hjá løgtinginum bað um, tá nevndin viðgjørdi uppskotið um báðar undirsjóvartunlarnar. Búskaparráðið vísir á, at í fyrstu syftu bindur verkætlanin landskassan at gjalda 400 milliónir krónur í partapeningi og 10 milliónir í rakstrarastuðli til Sandoyartunnilin um árið. Spurningurin er, sigur Búskaparráðið eisini, hvussu nógv fígging fæst frá føroyskum lánveitarum og norðurlendska íløgubankanum, NIB. Gjaldið fyri at brúka tunlarnar verður tikið úr peningarenslinum, og teir pengarnir vera tí ikki tøkir at brúka til annað, sigur Búskaparráðið. Í uppskotinum um eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2014 sigur Aksel V. Johannesen, løgtingsmaður, at trupult er at meta nágreiniliga um fíggjarliga tørvin hjá øllum røktarheimum og sambýlum. Tí biður hann løgtingið, tá tað fer at viðgera uppskotið, at finna rætta talið og áseta røttu upphæddina, sum Javnaðarflokkurin vil hava tingið at játta eldraøkinum afturat tí, sum longu er í fíggjarlógini. Gagnnýta føroysk skip hesar møguleikar, rakar ES boykottið bara triðingin av føroysku makrelkvotuni í ár, tað eru góð 55.000 tons, sum ikki sleppa á ES marknaðin. Men ES handilsforðingarnar, sum komu 28.august í fjør, eru framvegis galdandi fyri makrel og sild, sum eru fiskað í føroyskum sjógvi, sigur ES talsmaðurin. Orsøkin til, at føroyskur makrelur nú aftur kann seljast í ES, er tann, at handilsforðingarnar eru fyrst og fremst galdandi fyri norðhavssild. Men ES sigur, at makrelur er hjáveiða, tá sild verður fiskað, og tí eru handilsforðingarnar eisini galdandi fyri makrel, men sambært Undercurrent News bara fyri makrel, sum er fiskaður í føroyskum sjógvi. Tað vóru sjúkrarøktarfrøðingarnir, sum 24 mars sendu boð eftir semingsstovninum, tí partarnir ikki rukku á mál við lønarsamráðingunum. Meirilutin mælir løgtinginum frá at samtykkja uppskotið hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi um at broyta javnstøðulógina, so hon eisini fer at umfata almennu partafeløgini. Meirilutin, nevndarlimirnir hjá samgonguni, siga, at samgongan strembar eftir at velja líka nógvar kvinnur og menn í nevndirnar í partafeløgunum hjá landinum. Umboðini hjá andstøðuni í Vinnunevndini, tey eru úr Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Sjálvstýrisflokkinum, siga, at yvirlitið yvir nevndarlimir, sum landsstýrisfólkini velja, vísir púra greitt, at tey gera sær ikki nóg stóran ómak at finna væl skikkað fólk av báðum kynum í nevndirnar. Leiðarin fyri leitingini, Angus Houston, heldur, at nú hava tey funnið økið, har flogfarið av ókendum orsøkum datt niður fyri einum mánaðum síðani. Gunnvør Balle, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, hevur sett landsstýrismonnunum Johan Dahl, Jacobi Vestergaard og Jørgeni Niclasen fyrispurningar um garnaskipið Anitu. Gunvør Balle spyr Johan Dahl, hví Sjóvinnustýrið ikki gav Anitu siglingarbann eftir vanlukkuna, tá ein av manningini fór fyri borð og ikki spurdist aftur, hóast lógin um trygd á sjónum heimilar Sjóvinnustýrinum at gera tað. Hon spyr eisini Johan Dahl, um Sjóvinnustýrið ikki hevur skyldu til at fremja eftirlit við, at skip undir føroyskum flaggi í føroyskum sjógvi lúka krøv um trygd umborð. Gunvør Balle spyr Jacob Vestergaard, um Anita hevði undantaksloyvi at lata gørnini standa longur enn teir 72 tímarnar, sum sambært lógini er tað longsta, tey kunnu standa, og um tað fær nakrar avleiðingar fyri avvarðandi myndugleika ella reiðaríið, at gørnini hava staðið so leingi. Jørgen Niclasen verður millum annað spurdur, hvør tekur sær av lønarviðurskiftunum hjá manningini á Anitu, og um nakar eftirlitsmyndugleiki kann tryggja, at manningin fær sína hýru. Aftur hesa ferð mælir samgongan frá at samtykkja uppskotið hjá Javnaðarflokkinum um at fáa lógina um vinnuligan fiskiskap broytta, so lógin krevur, at manningar á fiskiskipum undir føroyskum flaggi verða løntar eftir teimum sáttmálum, sum eru galdandi á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Sambært álitinum hjá Vinnunevndini heldur samgongan, at tað er óheppið, at løgtingið ásetir lønir við lóg og ger seg inn á fría samráðingarrættin á arbeiðsmarknaðinum. Samstundis sigur meirilutin í Vinnunevndini tó, at sáttmálar hjá reiðarafelag og manningarfeløgum skulu haldast á føroyskum fiskiskipum. Og sama, hvussu ofta ella sjáldan skip koma í føroyska havn, skal manningin hava arbeiðs og uppihaldsloyvi í Føroyum fyri at kunna vera við føroyskum fiskiskipum. Tað sigur ukrainski innanríkisráðharrin, Arsen Avakov, um støðuna har eysturi í landinum, har fólk, sum taka undir við Russlandi, hava tikið stjórnarbygningar í trimum stórum býum og krevja loysing. Kreppan í Ukraina versnaði um vikuskiftið, tá fólk, sum eru í parti við Russlandi, tóku stjórnarbygningar í Donetsk, Lugansk og í næststørsta býnum í landinum, Kharkiv. Tíðindafólk í Donetsk siga, at nógv bendir á, at tey, sum hava tikið stjórnarbygningin, bíða eftir, at ukrainar fara at leggja uppí og reka tey burtur. Samstundis sum innanríkisráðharrin hevur sett evstamark, boðaði russiska uttanríkisráðið frá, at hvørki USA ella Ukraina skulu stúra fyri, at russar hava herfólk á markinum millum Russland og Ukraina. Amerikanski uttanríkisráðharrin, John Kerry, hevur lagt Russland undir at hava eggjað til ófrið í eystara parti av Ukraina, so landið hevur eina umbering fyri at gera innrás í grannalandið. Kanningin Ungfólk 2012 vísir, at 74,5 prosent ella 398 av 534 lutakararnum, búgva hjá báðum foreldrum. Tey flestu, sum ikki búgva hjá báðum foreldrunum, svara, at tey búgva mest ella bara hjá mammuni. Umleið tvey prosent svara, at tey ikki búgva hjá foreldrunum. Tað skrivar heimasíðan hjá lærarafelagnum. Til samanberingar vísir norska kanningin Ungdata 2010 2012, at 68 prosent av teimum 17 ára gomlu búgva heima hjá báðum foreldrunum. Hetta er eitt sindur lægri enn tað, vit síggja í Føroyum. Hyggja vit at børnum, sum eru nakað yngri, so eru fleiri, sum búgva saman við báðum foreldrunum. Einans átta ung siga, at tey búgva mest hjá pápa sínum. Haraftrat siga níggju ung, at tey búgva hjá pápanum og konuni, hann nú býr saman við. Hetta svarar til góð trý prosent av teimum spurdu. Ungfólk í Føroyum 2012 er ein frágreiðing, sum lýsir og viðger úrslitini av stórari skúlaspurnakanning, sum Firouz Gaini, granskari, stóð fyri. Kanningin er partur av føroyskum íslendskum granskingarsamstarvi, sum byrjaði tíðliga á vári 2011. 19 av tilsamans 21 skúlum við 9. flokkum luttóku. Kanningin umfatar øll, sum eru fødd í 1996. Nakrir fáir luttakarar eru tó 1 ár yngri ella eldri. Svarprosentið var 76,1 prosent í Føroyum. Tað er eitt góðkent støði. Umleið 540 luttakarar vóru eftir, tá tey ógyldugu skjølini vóru drigin frá. Umleið 52 prosent vóru gentur. Rokningin var tó størri enn tað. Hon var 30 milliónir krónur og rentur fyri átta kilometra langa vatnsavningartunnilin, sum var liðugur í november í fjør. Bilfyritøkan Toyota tekur 6,5 milliónir bilar aftur av marknaðinum, tí brek eru við teimum. Í Føroyum er talan um umleið 200 bilar, sigur Reyni Service, ið hevur selt bilarnar. Talan er um brek, sum ger at bilstýrið knarrar, og órógvar tann, sum koyrir. Eisini er brek í einum fjaðri, tá bilsetrið verður stillað, og í nøkrum av bilunum riggar ein av stoytkoddunum ikki. Stjórin á Reyni Service, Sámal av Reyni, sigur, at brekini við bilunum eru ikki lívshættislig. Øll, ið hava keypt bilarnar, fáa boðið ókeypis sýn, so feilirnir kunnu rættast. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, forkvinna í Rættarnevndini, og Rigmor Dam, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, fara at kjakast í útvarpsstovuni. Hini evnini vóru, at reiðarin Ásmundur Justinussen heldur, at yvirlitstrolingarnar hjá føroyska havrannsóknarskipinum Magnusi Heinasyni ikki eru eftirfarandi. Heilt einfalt, tí at tá ið yvirlitstrolingarnar verða gjørdar, verður tað ikki tikið hædd fyri streymi og øðrum nattúrufyribrigdum. Í triðja evninum í sendingini, greiðir Pól Jesperser frá, hvat tað var stjørnugranskarara kunngjørdu, tá ið tað varð sagt, at tey høvdu funnið leivdirnar eftir alheimsins byrjan, Big Bang. Tjóðhild Patursson hevur verið leiðari á kunningarstiovuni í Nólsoy síðan januar í ár, og hon sigur at fyrireikingarnar til ferðavinnuna í summar ganga væl. Skipaðir túrar vera gjørdir um oynna og eisini hevur bygdin nógv áhugaverd fornminni at vísa á. Tjóðhild Patursson greiðir frá. Góðan Morgun Føroyar hevur verið í Nólsoy Maðurin hevur vaskað, ruddað og gjørt nógv annað húsligt arbeiði, tó so, so er daman farin frá honum, og sigur at tað aldrin verða tey aftur. Hetta er torført at góðtaka, tá ein bert vil hava sína familju aftur, og vera so nógv saman við børnum sínum, sum til ber. Bjørghild Djurhuus svarar hesum manni, umframt hinum trimum brøvunum, ið eisini eru við í sendingini hesa ferð. Brøvini kanst tú lesa á okkara Facebook síðu her Kyn amp kenslur á Facebook letur upp í nýggjum kaga . Miðal russiska ferðafólkið, sum vitjar í Íslandi, brúkar 250 prosent meira enn norðmenn, sum liggja á øðrum plássi á einum lista yvir, hvussu nógvar pengar ferðafólk leggja eftir seg í Íslandi. Bara 7.000 russarar vitjaðu í Íslandi í fjør samanborið við 137.000 bretar. Og bretar kunnu breggja sær av at vera næst gírigastu ferðfólk. Tað eru Magnus Heinason saman við fýra øðrum rannsóknarskipum, sum hevur gjørt kanningarnar. Fyribilsúrslitini vísa, at talan er um 1 3 ára gamlan fisk, sum er óbúgvin, upplýsir Havstovan. Hesin svartkjafturin verður standandi í økinum, meðan tann størri búni svartkjafturin ferðast til gýtingarøkini um ársskiftið. Tær stóru nøgdirnar av svartkjafti, ið hevur gýtt longur suðuri í ES sjógvi, eru enn ikki komnar norður í føroyskt øki. Serliga nógv av eitt ára gomlum svartkjafti var í føroyskum øki í ár, hetta er 2013 áragangurin. Árini fyri hava vit sæð 2009, 2010 og 2011 árgangirnar í kanningunum, og um 2013 árgangurin eisini kemur fyri seg, eru bjørt útlit fyri svartkjaftastovninum komandi árini, upplýsir Havstovan. Kanningin er skipað sum altjóða felagskanning undir ICES, har Føroyar luttaka saman við Noregi, Írlandi, Hollandi og Russlandi. Hini skipini hava kannað økini longri suðuri. Samlaða nøgdin, har tølini frá øllum rannsóknarskipunum verða við, verður roknað á fundi á Havstovuni beint eftir Páskir. Fleiri fólk vóru í 2013 í viðgerð fyri rúsdrekka og rúsevnistrupulleikar enn í 2012 á Blákrossheiminum, kemur fram í nýggjastu ársfrágreiðingini Tað er ein av niðurstøðunum í nýggjastu ársfrágreiðingini hjá Blákrossheiminum, sum júst er komin. Í fjør vóru 179 fólk í viðger samanborið við 159 árið fyri. Ósemjan millum SEV og Eiði 2 Suður samtakið hjá MT Højgaard Føroyar og J amp K Petersen Contractors er endað við semju. SEV hevur góðtikið at rinda samtakinum 11,5 milliónir krónur í eykakostnaði. Gerðarættarmálið er tikið aftur. Rokningin var tó størri enn tað. Hon var 30 milliónir krónur og rentur fyri átta kilometra langa vatnsavningartunnilin, sum var liðugur í november í fjør. Arbeiðið kostaði meira enn ætlað, tí kvarts var í syllagrótinum, og tí bleiv arbeiðsgongdin broytt. Ráðgevararnir hjá SEV mæltu frá at fara í rættin við málinum. SEV metir seg hava gjørt eina skilagóða avtalu. Nú er staðfest, at Eiði 2 verkætlanin kostaði 190 milliónir krónur. Tað er innan fyri ásetta fíggjarkarmin, upplýsir SEV . Hetta meðan danska løgmálaráðið kannar um loggingin skal suspenderast, eftir at ES dómstólurin í gjár kom við úrskurði um, at fyriskipanin um avlurting av borgarum er brot á grundleggjandi borgararættindi. Samstundis krevja donsku telefyritøkur og juraprofessari, at loggingin steðgar umgangandi. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, forkvinna í Rættarnevndini, og Rigmor Dam, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, kjakast í dag í beinleiðis útvarpssending um avlurtingarpakkan. Tað er stórur áhugi fyri at planta í Suðuroynni. Bæði tá tað snýr seg um at gera nýggjar viðarlundir og at víðka um verandi viðarlundir. Í Hvalba og í Fámjin eru kommunurnar farnar at fyrireika viðarlundir, og Tvøroyrar kommuna hevur ætlanir um at víðka viðarlundina í Trongisvági. Formaðurin í Skógfriðingarnevndini, Jóhann Mortensen, og landsskógarvørðurin, Tróndur Leivsson, hava havt fund við Fámjins kommunu, sum hevur lagt eitt rættiliga stórt øki av miðskeiðis í bygdini til viðarlund. Fámjins kommuna fekk fyri nøkrum árum síðani fíggjarligan stuðul frá Innlendismálaráðnum at fara undir viðarlundina, og hon hevur seinni fingið træplantingargávu sum stuðul frá Føroya Prent til verkætlanina. Hvalbiar kommuna hevur eisini lagt eitt økið vesturi í bygdini norðan fyri húsini við Krógv, niðan ímóti skúlanum og framvið Hamarsá til eina viðarlund. Tvøroyrar kommuna hevur keypt eitt jarðarstykki afturat vestan fyri viðarlundina í Trongisvági. Hetta liggur norðan fyri Stórá, niðan móti vegnum, og skal leggjast aftrat verandi viðarlund. Hetta skal fyrst og fremst bøta um lívdina, og soleiðis við tíðini kunna økja munandi um møguleikarnar fyri uttandura trivnaði gjøgnum alt árið. Viðarlundin í Trongisvági, sum nógv fólk vitja, er illa farin seinastu 2 3 vetrarnar, og fleiri gomul trø fóru aftrat í vetur, harav eitt av teimum var eini 80 ára gamalt. Í Porkeri varð skjøtul settur á eina minni viðarlund í Mýrdalinum fyri nøkrum árum síðani, og nú eru tey bestu trøini komin í miðju hædd. Í Vági eru fleiri lendi, har gróðursett er við viðarvøkstri. Elsta økið er Viðarlundin í Hvannadali, sum skjøtul varð settur á í 1950 unum. Sunnanfyri vatnið í Vági er eisini eitt skógfriðað økið frá 1980unum, men har hevur verið torført at fáa nakran viðarvøkstur at trívast. Tó er nakað av rósurunnum nú komið fyri seg. Tann 13. mai skulu Iran og tey seks stórveldini aftur hittast til samráðingar, sigur ein vesturlendskur sendimaður sambært tíðindastovuni Reuters. Sendimaðurin, sum hevur tosað við Reuters, vil vera dulnevndur, men hann var í dag við á fundinum í Wien millum stórveldini og Iran. Klæmint Eli Poulsen er seinast sæddur um nátturðatíð í gjárkvøldið og tá koyrdi hann á Kaldbaksvegnum við Sundsverkið norðureftir. Og síðani hevur eingin havt nakað samband við hann. Bilurin hjá Klæmint Eli Poulsen ið eisini sæst á myndini omanfyri frá 2011 er av slagnum Toyota Landcruiser, hann er gráur og hevur nummarplátu HP 037. Deyðsmessan, Requiem, K 626, hjá Wolfgang Amadeus Mozart, verður nú aftur sungið og spælt í Føroyum. Tað er kórleiðarin hjá Eystanljóð, Leif Hansen, sum hevur tikið stig til hetta. Leif Hansen, kórleiðari og Sigvør Laksá, sangari eru í útvarpsstovuni, at greiða frá konsertini Tá eg havi lisið eina góða bók, noyði eg øll míni nærmastu at lurta eftir, hvat var so gott við bókini, sum eg havi lisið. Soleiðis segði gesturin, sum var í Lesikrókinum í morgun. Fyrsta ársfjórðing vóru árstíðarjavnaðu lønargjaldingarnar ein milliard og 824 milliónir krónur, og tað er tað sama sum undanfarnu tveir ársfjórðingar. Lønargjaldingarnar gjørdu eitt lop í triðja ársfjórðingi í fjør, tá tær fóru upp um 1,8 milliard, og síðani hava tær verið á sama stigi, upplýsir Hagstovan. Allir flokkar eru samdir um verkætlanina, og tá atkvøtt varð við aðru viðgerð týskvøldið, atkvøddu øll 29, sum vóru í tingsalinum, fyri uppskotinum, ið Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, legði fram 12. februar. Eysturoyartunnilin verður mettur at kosta eina milliard og 50 milliónir krónur, og Sandoyartunnilin verður mettur at kosta 860 milliónir krónur Fyrst verður farið undir Eysturoyartunnilin, og tá hann er boraður í gjøgnum, verður farið at bora Sandoyartunnilin, tó í seinasta lagi í 2018. Landið setur tilsamans 400 milliónir krónur í felagið hetta til 2024. Um neyðugt kann landið hækka partapeningin, ella veita felagnum avmarkaða trygd fyri at fáa fígging til Sandoyartunnilin. Sambært lógini kann felagið eisini taka ábyrgdarlán, og landið skal veita felagnum 10 milliónir krónur í árligum rakstrarstuðli, tá Sandoyartunnilin er tikin í nýstlu. Henda lógin snýr seg í stuttum um at geva løgregluni heimildir at avlurta borgarar, sum eru undir illgruna fyri at hava framt grov brotsverk. Funnist hevur verið at, at henda lógin eisini heimilar landstýrinum og danska løgmálaráðnum at seta loggingarkunngerð í gildi, sum áleggur telefyritøkum at skráseta upplýsingar um alt telesamskifti hjá borgarum og fyritøkum. Danska stjórnin tekur undir við grønlendska kravinum um, at Grønland gerst strandarland, og Grønland verður partur av makrelavtaluni í framtíðini. Hon sigur við grønlendska kringvarpið, KNR, at tað er undrunarvert, at hvørki danska stjórnin ella grønlendska landsstýrið vóru uppií, tá ES, Noreg og Føroyar gjørdu makrelavtaluna. Hóast Grønland kanska verður strandarland longu næsta ár, kann gerast trupult at fáa lut í makrelavtaluni, sum ES, Noreg og Føroyar hava gjørt, tí hon er galdandi í fleiri ár, sigur Sara Olsvig. Løgtingsins umboðsmaður fekk eina kæru um Tórshavnar kommunu, sum ikki vil lata Norðlýsinum innlit í málið um Levi Mørk, fyrrverandi leiðara í frítíðarskúlanum og Klubb 188 í Hoyvík. Norðlýsið bað kommununa um innlit í málið, tí Norðlýsið hevur fingið at vita, at Heðin Mortensen, borgarstjóri, í desember í fjør gav Levi Mørk eitt tilboð um at rinda aftur 100.000 krónur Í avgerðini stendur, at talan er um eitt fyrisitingarligt mál, sum er byrjað í Tórshavnar kommunu, men sum endar við eini avgerð hjá fútanum, um grundarlag er fyri at reisa ákæru ella ikki. Og sambært lógini um innlit skal fútin eisini avgera, um innlit skal latast ella kann verða latið í skjølini hjá myndugleikanum, sigur Løgtingsins umboðsmaður. Higartil er bara eitt fiskiskip úr Noregi ella ES komið í føroyskan sjógv, nú aftur er loyvt skipum haðani at royna undir Føroyum. Stríðið um makrelin gjørdi, at síðani 2010 eru norsk skip og ES skip ikki sloppin í føroyskan sjógv at fiska, tí ongar avtalur um sínámillum fiskirættindi hava verið í trý ár. Enn er einki frætt um 48 ára gamla Klæmint Eli Poulsen, sum løgreglan hevur eftirlýst síðani í gjárkvøldið. Hann er seinast sæddur um nátturðatíð týskvøldið, og tá koyrdi hann norður eftir Kaldbaksvegnum við Sundsverkið. Bilurin hjá Klæminti Eli Poulsen er av slagnum Toyota Landcruiser, hann er gráur og hevur nummarplátu HP 037. Klæmint Eli Poulsen er 180 sentimetrar høgur, og hann hevur stuttklipt, grásprongt hár. Hann er í svørtum jakka og svørtum buksum. Tey, sum vita nakað um Klæmint Eli Poulsen, verða biðin um at ringja til politistøðina í Havn, telefon 351448. Løgreglan roynir nú at avmarka økið, har leitað verður, sigur Rani Wardum, politikommisserur. Eingin avgerð er tikin um at selja triðingin, sum landið framvegis eigur í BankNordik. Og heldur eingin ætlan er um tað. Tað segði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, í løgtinginum í gjár. Í fíggjarlógini fyri 2014 roknar Jørgen Niclasen við 10 milliónum krónum í ár og 10 milliónum um árið eisini næstu árini í vinningsbýti frá BankNordik. Løgtingið samtykti í 2006 at einskilja tveir triðingar av Føroya Banka, sum BankNordik kallaðist tá. Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna, spurdi um arbeiðssetningin hjá nýggju nevndini í Fíggingargrunninum Tað er oyðsl at brúka einastu mentanarsendingina í almenna Kringvarpinum, In Mente, til lættar umrøður av til dømis barnasjónleikum og áhugalist. Tað heldur Kinna Poulsen, sum samanumtikið heldur sendingina hava verið ov lítið áhugaverda listarliga í seinastuni. Onnur halda hinvegin, at slíkt lættari tilfar er nettupp partur av meiningini við einum public service stovni, sum hevur skyldu til at hava okkurt til øll. Á middegi vóru tvey samdøgur farin, síðani Semingsstovnurin kallaði Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar og Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum til semingsroynd. Partarnir royna at gera nýggjan sáttmála fyri tann, sum fór úr gildi 1.oktober í fjør. Men enn er einki semingsuppskot komið á borðið. Og tað verður ein løta enn. Terji Sigurðsson er semingsmaður Samgonguflokkarnir vóru ikki samdir, nú avlurtingarpakkin skuldi samtykkjast endaliga við triðju viðgerð. Jákup Mikklelsen, Joen Magnus Rasmussen, Hanus Samró úr Fólkaflokkinum, Bill Justinussen úr Miðflokkinum og Reimund Langgaard úr Sambandsflokkinum hálsaðu um, og atkvøddu fyri at fáa avlurtingarpakkan aftur í rættarnevndina. Løgmansskrivstovan sendi annars í morgun eitt tíðindaskriv út, har greitt varð frá, at eingin loggingarkunngerð verður sett í gildi í kjalarvørrinum av avlurtingarpakkanum, fyrr enn danir hava endurskoðað sína kunngerð, sum hevur verið í gildi har síðani 2007. Men hetta var ikki nóg mikið til, at samgongan varð samd at avgreiða málið í tinginum í dag. Uni Leitisstein Hansen var í løgtinginum. Í út við seks vikur var myndamaðurin hjá Politiken, Per Folkver, við føroyska trolaranum Enniberg í Barentshavinum. 33 mans vóru umborð. Eru teir í landi leingi, keða teir seg. 600.000 kilo av fiskaflaki eru í lastini, tá túrurin er um at vera liðugur. Løgtingið samtykti um middagsleitið endaliga uppskotið um at gera Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin. Uppskotið hjá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, varð einmælt samtykt. Tá atkvøtt varð við triðju viðgerð, atkvøddu øll 30 fólkini, sum vóru í tingsalinum, fyri uppskotinum. Sandoyingar hava bíðað leingi eftir at fáa fast samband við meginøkið. Lív Mikkelsen loddaði dýpið í Undirhúsinum í Skopun, tá ætlanin varð samtykt Náði er, tá alt er mist, at fáa alt aftur. Á latínskum máli eitur náði gratia. Sama orð sum gratis, sum merkir ókeypis. Og á griskum máli hava vit orðið karisma, sum merkir náðigávur Skipini bíða eftir, at svartkjafturin kemur norður um bretska markið í føroyskan sjógv, tí íslendingar sleppa ikki at fiska svartkjaft í ES sjógvi. Tvey íslendsk skip hava roynt í føroyskum sjógvi ella í gráu leiðini millum Bretland og Føroyar og hava fingið eitt sindur, skrivar íslendska reiðaríið HB Grandi á heimasíðu sínari. Og meðan íslendingar bíða í føroyskum havnum eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi, fara føroysk skip til Íslands at landa svartkjaft úr ES sjógvi, tí bíðirøð er hjá Havsbrún í Fuglafirði. Umframt at práta verður um festivalin og økið rundan um, greiðir Gitta frá uppvøkstrinum har vesturi, og hví hon valdi at flyta aftur til Sørvágs eftir fimmogtjúgu ár í útlegd. Eftir páskir fara Føroyar at áseta sær eina sildakvotu, men hvussu stór hon verður, vil Jacob Vestergaard ikki siga annað enn, at hon verður við atliti til stovnin og burðardyggan fiskiskap. Men spurningurin er, um tað eisini verður við atliti til ES. Brússel vil hava Føroyar at áseta sær eina minni kvotu, minni enn tey 17 prosentini í fjør. Rættarnevndin skal enn einaferð viðgera avlurtingarpakkan. Uppskotið var ikki samtykt við 3. viðgerð sum ætlanin hjá løgmanni var. Uppskotið var beint aftur í rættarnevndina At fleiri samgongulimir vendu avlurtingarpakkanum bakið í morgun, er ein ósigur fyri meg. Tað viðgongur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður. Hann heldur tó fast um, at meirilutin í samgonguni er fyri avlurtingar uppskotinum. At politiið sleppur at avlurta og eygleiða borgarar, hjálpir kanska politinum í ávísan mun at uppklára brotsverk. Men tað nyttar lítið sum fyribyrging. Norður Írland kom eisini til ein stóran møguleikan í yvirtíðini, men Malena Josephsen blakaði seg í eina takkling og fekk vart fyri. Tað sæst, at føroyska liðið er blivi munandi betri av at hava spælt fýra HM undankappingardystir. Føroyska liðið helt seg til avtalurnar og gjørdi eingi mistøk. Norðurírska liðið er nøkur pláss omanfyri Føroyar á UEFA styrkislistanum, men tað sást ikki í kvøld, og tí bendir nógv á, at føroyska liðið mennist fyri hvønn dyst. Hóast føroyskir sjúkrarøktarfrøðingur eru nógv eftirspurdir í grannalondunum, har lønin eisini er væl hægri, er Óluva í Gong, forkvnna í Sjúkrarøktarfrøðingafelagnum, nøgd við sáttmálan, sum felagið skrivaði undir í gjárkvøldið. Hálvt triðja samdøgur eftir, at semingsroyndin byrjaði, skrivaðu sjúkrarøktarfrøðingarnir og Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum undir nýggjan sáttmála, sum er galdandi í tvey ár. Hann er á sama stigi sum sáttmálarnir, ið onnur fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum hava fingið. Óluva í Gong sigur, at tað var ikki hildið ráðiligt at fara í verkfall Hilmar Eliasen er 47 ára gamal og útbúgvin Cand.merc.jur. Hilmar hevur drúgvar royndir frá privata vinnulívinum, millum annað innan kontraktstýring og logistik hjá Vestas Wind Systems A S. Hilmar hevur eisini royndir frá reiðaravirksemi frá starvi í Royal Artic Line A S og sum chefkonsulent hjá Danmarks Rederiforening. Hilmar tekur við starvinum 1. juni. Í filipinska býnum Tanauan, eru eini føroysk hús við at vera innilokað. Tað er fuglfirðingurin Jaspur Eliasen, sum er við at byggja verforeldrunum nýggj hús, eftir at gomlu húsini fórust í eini ódn í november í fjør. Í gjár ringdu vit til Filipsoyggjarnar og fingu fatur á Jaspur, og spurdi fyrst, hvat var hent við gomlu húsunum hjá verforeldrunum. Kona skrivar, at hon hevur verið gift í 15 ár og tey eiga tvey børn. Hvørt ár, tá tey eru og ferðast, er maðurin ávirkaður av rúsdrekka. Hann sigur, at soleiðis vil hann hava sína feriu. Men børnini og konan siga nú nei at fara av landinum við manninum. Kvinna skrivar, at henni dámar sera væl at geva og fáar gávur. Maðurin hevur havt als til eina serstaka lampu, sum henni ikki dámar. Tá hon nú hevði føðingardag herfyri, fekk hon ein skelk, tí maðurin hevði fingið foreldrini at keypa henni lampuna og hon var ennntá monterað. Hon er so vónsvikin, so hon hevur besta hugin at klippa leidningin av. Kona skrivar at hon eigur tríggjar gentur. Hon upplivir tíðum, at fólk siga við hana at nú má hon royna eina ferð aftur, so hon kann fáa ein drong. Hon kennir seg illa av hesum spurningum og veit ikki, hvussu hon skal svara. Og so er eitt bræv komið, sum sigur frá eini fløkjasligari støðu. Ein kvinna fekk eitt barn á ungum árum við manni, sum var giftur. Hann vildi tí ikki kennast við sonin. Men nú er maðurin einkjumaður og er byrjaður at fjasast við sínari gomlu flammu. Hon er gift øðrum manni í dag. Tey, sum skirva vilja fegin blanda seg uppí og siga frá hesum sambandi, men skulu tey tað Saman við Róin í studio 5 er eina annar vetmenningur, Pauli Magnussen. Teir báðir framføra tveir sangir, og ímillum sangirnar er samrøða. Ein bóklingur við fyrstu tølunum varð givin út í januar 2013, men nú ber til hjá øllum at leita sær upplýsingar fram um føroyingar, tølini um okkum. Spurnarbløð vórðu borin út til øll húski, og 97 prosent av øllum føroyingum hava svarað spurnarbløðunum. Manntal hevur kostað 15 milliónir krónur. Allar upplýsingar eru tó ikki tøkar á heimasíðuni hjaá Hagstovuni enn. Upplýsingar um útbúgvging, arbeiðspláss, vinnugreinar og ferðing til og frá arbeiðsplássi eru ikki tøkar enn. Leitingin eftir eftir 48 ára gamla Klæmint Eli Poulsen heldur fram. Leitað verður í øllum norðara partinum av landinum, og bjargingarlið og sjálvboðin eru við í leitingini. Bilurin hjá Klæminti Eli Poulsen er av slagnum Toyota Landcruiser, hann er gráur og hevur nummarplátu HP 037. Klæmint Eli Poulsen er 180 sentimetrar høgur, og hann hevur stuttklipt, grásprongt hár. Hann er í svørtum jakka og svørtum buksum. Tey, sum vita nakað um Klæmint Eli Poulsen, verða biðin um at ringja til politistøðina í Havn, telefon 351448. 47 ára gamli Hilmar Eliasen er nýggjur stjóri í Strandfaraskipum landsins. Hilmar Eliasen er útbúgvin Cand.merc.jur., og hevur drúgvar royndir í privata vinnulívinum, so sum Vestas Wind Systems, Royal Artic Line og sum aðalráðgevi hjá Danmarks Rederiforening. Men nýggi stjórin í Standfaraskipum landsins er eitt óskrivað blað á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Sambært Kristiani Dahl, politikommisseri, hava menn funnið ein bil á sjónum við gomlu kajina í Oyndarfirði. Enn er tó ikki váttað, um talan er um bilin hjá Klæmint Eli Poulsen. Menn frá báti hava sæð bilin í sjónum. Kjartan Hoydal, fiskivinnuserfrøðingur, gav ilt av sær í útvarpinum 3. apríl og kallaði tað eina umhvørvisgølu, at gørnini hjá Anitu sluppu at standa so leingi og fiska. Hann eftirlýsti handling og avleiðingar fyri antin reiðarí ella Vørn. Tað var ein borgari í Oyndarfirði, sum sá oljublett á sjónum og boðaði løgregluni. Bjargingarbáturin Lív fóru á staðið og kundi staðfesta, at ein bilur lá á botni. Tey umborð á Lív boðaðu løgregluni frá, og síðani vórðu froskmenn sendir niður at kanna bilin. Teir staðfestu at hetta var bilurin hjá Klæminti Eli Poulsen, og at líkið av honum var í bilinum. Kristian Dahl, politikommisserur, veit enn ikki hvat er hent, og heldur ikki nær bilurin kann verða farin á sjógv. Hann sigur, at fleiri kanningar skulu gerast, og nakrar avhoyringar skulu gerast aftrat. Forkvinnan í rættarnevndini, Elesebeth Mercedes Gunnleygsdóttir, lá ikki sjóarfallið av sær, tá avlurtingarpakkin hjá løgmanni varð beindur aftur í nevnd hósdagin. Long fríggjadagin hevði hon kallað rættarnevndini saman og tryggja sær, at meiriluti nú tykist vera fyri avlurtingarpakkanum. Foreldrini heittu á Skálavíkar kommunu um at lata húsini til hetta endamál, og kommunan og Almannastovan hava síðani gjørt eina leiguavtalu við gildi frá 1. november í ár. Sambært umsjónarmanninum hjá Skálavíkar kommunu, Palla Olsen, er arbeiðið um at vera liðugt, so helst verða húsini klár at taka í nýtslu eftir nýggjár. Tað eru nógvu fløktu ivaspurningarnir um, hvussu heimatænastan og eldraøkið skal skipast, tá tað verður lagt út til kommunurnar fyrsta januar komandi ár, hava nú fingið Runavíkar , Nes og Sjóvar kommunur til at seta Aslaug Giladóttir sum felags samskipara. Sjónvarpið sendir beinleiðis frá stóra FM degnum við badminton, borðtennis og judo, sum er í Hoyvíkshøllini í dag, frá klokkan 14. Endurnýtslan er bæði betri fyri umhvørvið, men eisini ein fíggjarligur vinningur fyri stovnin, sigur Heini Eysturoy, leiðari á deildini fyri infrakervi hjá Landsverki. Frá 1. september fer Landsverk at áseta krøv í alt útbjóðingartilfar í samband við asfaltarbeiðir, um at møguligt avfresað tilfar altíð skal endurnýtast. Sum eina nýggja tænastu bjóðar Landsverk at taka ímóti avfresaðum asfalti í Hundsarabotni. Nýkosni føroyameistarin í einmansleiki í borðtennis, Durita Jensen úr felagnum Tór, lat ongan iva vera um, hvør er besti borðtennisspælari hjá kvinnum í landinum. Durita spældi sera álopskent, og hon vann eisini dystin greitt 3 0. Settúrslitini vóru 14 12, 11 6 og 11 4. Sostatt var tað bert í fyrsta setti, at mótstøðuleikarin, Anna Mikkjalsdóttir úr Tvøroyar Borðtennisfelag, megnaði at geva Duritu veruliga mótstøðu. Sigast skal tó, at hesar báðar hava spælt aðrar dystir í gjár og fyrradagin, og tá vann Anna 3 2 í tveimu tøttum fimm settarum, Men tá avgerandi FM finalan í einmansleiki varð spæld í dag, var ongin ivi. Durita Jensen er best, og hon er harvið eisini føroyameistari í borðtennis. Rannvá Carlsson er uttan iva besti kvinnuligi badmintonspælari í landinum. Hon er føroyameistari í einmansleiki, tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki í ár, og hetta er triðja árið á rað, at Rannvá Carlsson vinnur allar tríggjar greinarnar. Í einmansleikinum spældi hon móti Kristinu Eriksen, og har var ongantíð nakar ivi um, hvør fór at fara avstað við føroyameistaraheitinum. Hon vann einmansleikin 2 0 við settúrslitunum 21 10 og 21 9. Seks kappingar hava verið í judo á stóra finaludegnum í dag. Tvær gullfinalur og fýra dystir um bronsuna. Dystast verður í tveimum bólkum, ungum og monnum. Og fyri løtu síðani vann Regin á Rógvi úr Sunda Judofelag á Ari Johannesen úr Havnar Judofelag í bólkinum hjá teimum ungu, meðan Petur Sigurd Johannesen úr Sunda Judofelag vann føroyameistaraheitið móti Edvardi Johannesen, eisini úr Sunda Judofelag. Tað er Dia Johannesen á Nesi, sum seinastu tíggju árini hevur sett fisk út í vatnið, sum frítíðarfiskarar síðan gjalda ein upphædd fyri at sleppa at fiska. Herfyri vórðu 60 laksar frá Fiskaaling sleptir í Nesvatn, og í næstu viku fer at bera til at keypa sær fiskitíð á vatninum, sigur Dia Johannesen. Fyrstu tíðina, hendan Put amp Take skipanin varð roynd, vóru tað ælabogasíl, sum vórðu sett út. Men seinastu fýra árini hevur tað verið laksur, sigur hann. Í einum tøttum dysti við seks settum eydnaðist tað Fróða F. Jensen at vinna á Peter Niclasen, sum skuldi verja sítt meistaraheitið frá í fjør. Fróði legði betur út og vann fyrsta sett, men so vann Peter tvey tey næstu, áðrenn Fróði tók trý sett á rað og vann dystin 4 2 og harvið føroyameistaraheitið í einmansleiki í borðtennis. 18 ára gamli Nicolaj vann 2 0 á beiggja sínum, sum er trý ár eldri. Settúrslitini vóru 21 11 og 21 16. Hetta var fjórðu ferð, at Benjamin er í FM finaluni, men hann fekk onki at rigga í dag, meðan Nicolaj spældi væl og álopssinnað so at siga allan dystin. Árni Dahl stovnaði saman við øðrum blaðið Fríu Føroyar við undirheitunum friður, umhvørvisvernd og sosialistiskt tjóðveldi. Saman við konuni Marionnu stovnaði hann forlagið Fannir, sum byrjaði við at geva út ungdómsbøkur hennara. Árni skrivaði føroyska bókmentasøga í trimum bindum. Hann var regluliga Íslandi og Noregi við næmingum sínum at kunna teir um mál og mentan. Hann harmast um, at ongi tilmæli frá málstevnunevnduni eru fylgd, og at skúlabókagerðin og læraraútbúgvingin í føroyskum hava verið stórum afturstigi. Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum, sigur í samrøðu við Útvarpið, at skipanin er gjørd í óðum verkum, og ov lítil orka er brúkt til at fáa eina skipan, ið er gjørd so skilagott sum møguligt. Harafturat hava myndugleikarnir verið alt ov seinir at gera royndina, sum krevst. Formaðurin sigur, at lærarar eru ivingarsamir um sjálva skipanina og eru ótryggir undan landsroyndini síðst í hesum mánaðinum. Tá skulu umleið 700 næmingar inn á somu heimasíðu samstundis, og tí er tað neyðugt, at skipanin verður roynd áðrenn. Vit taka ikki námsfrøðiligu og tøkniligu ábyrgdina av tí, sum mentamálaráðið ger. Vit halda, at Mentamálaráðið átti at tikið hetta í nógv størri álvara, sigur Herálvur Jacobsen, tí bæði lærarar, næmingar og foreldur taka tað í álvara. Lærarafelagið vil hava landsstýrismannin í mentamálum, Bjørn Kalsø, at umhugsa støðuna, um ráðiligt er at halda fram við landsroyndini. Fyrningarfreistin fyri mál, ið hava við kynsligan ágang at gera, eigur at verða tikin burtur, segði Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum í Løgtinginum í vikuni. Hon svaraði fyrispurningi frá Sirið Stenberg úr Tjóðveldi, sum vildi hava at vita, um nøkur ítøkilig ætlan er um, at broyta ella taka av fyrningarfreistina. Annika Olsen sigur, at ein heildarætlan móti kynsligum ágangi er ávegis, men tíverri er hon seinkað. Sjálv hevði landsstýriskvinnan ætlað, at arbeiðið skuldi verða liðugt í vár, men tað verður tað ikki. Nú er málið, at tað verður liðugt í summar. Spyrjarin, Sirið Stenberg, helt, at tað er eingin orsøk at bíða við at fáa málið ígjøgnum politisku skipanina. Hon heitti á landsstýrið um at fáa arbeiðið gjørt, tí hon ivast ikki í, at Løgtingið tekur undir við einum uppskoti um at taka fyrningarfreistina fyri kynsligan ágang av. Sambært tíðindastovuni er tað russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, sum hevur ynskt, at Trygdarráðið hjá ST varð kallað saman. Avgerðin hjá Ukraina um at savna herðin í stríðnum móti fólkinum av russiskum uppruna, verður als ikki góðtikin. Hon er beinleiðis ein krígsavbjóðing, siga russisku myndugleikarnir. Tað er ábyrgdin hjá Vesturheiminum at forða fyri, at eitt borgarakríggj brestur á í Ukraina, verður sagt í fráboðanini hjá russisku tíðindastovuni Interfax. Beinleiðis sending, har føroyameistararnir í borðtennis, badminton og judo verða funnir. Vit byrja at senda klokkan 14.00, og næstu tímarnar síggja vit okkara bestu ítróttafólk innan fyri áðurnevndu ítróttagreinir. Fyrstu ferð at hesar ítróttagreinirnar royndu at skipa fyri FM saman, var fyri sjey árum síðani. Tað eyðnaðist so mikið væl, at eingin orsøk var at steðga, og aftur í ár fer Kringvarpið at senda kappingarnar beinleiðis út til føroya fólk. Blákrossheimið hevur seinastu árini upplivað, at talið av serliga ungum misnýtarum økist, sigur Olga Magnussen, leiðari á Blákrossheiminum. Umleið 25 til 30 ung fólk fáa í dag viðgerð fyri rúsevnismisnýtslu um árið. Í 2007 vóru umleið 4 prosent av teimum, sum fingu viðgerð á Blákrossheiminum undir 30 ár, men í dag er hetta talið 20 prosent. Fleiri av teimum ungu, sum koma í samband við Blákrossheimið, verða send avlandinum til viðgeerðar. Tað er ikki nøkur gongd leið, tí betri hevði verið, um tey ungu fingu viðgerð í Føroyum, heldur Olga Magnussen. Blákrossheimið hevur verið í sambandi við Almannamálaráðið og Heilsumálaráðið um at seta á stovn eitt serstakt viðgerðartilboð fyri ung í Føroyum. Og langtíðarleigan av havrannsóknarskipinum samsvarar við samgonguskjalið og ætlanirnar hjá samgonguni um at útveita almennar tænastur. Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, í svari til fyrispurning frá Kristinu Háfoss, løgtingskvinnu, um nýggja havrannsóknarskipið. Jørgen Niclasen sigur, at ætlanin við havrannsóknarskipinum samsvarar eisini við kunngerðina um rakstrarjáttan. Í kunngerðini stendur, at avtalur um langtíðarleigu kunnu verða gjørdar, um landsstýrismaðurin í fíggjarmálum metir, at slíkar avtalur hava munandi og eyðsýndar fyrimunir fyri landið. Uppskot um løgtingslóg um langtíðarleigu av nýbygdum havrannsóknarskipi, sum málið eitur, hevur verið í Vinnunevndini hjá løgtinginum, síðani fyrsta viðgerð var í tinginum 26.mars. Føroyingar sleppa at fiska 25.000 tons í ES sjógvi. Har hava skipini fiskað seinastu tíðina. Men um hesa tíðina plagar svartkjafturin at koma norður um markið í føroyskan sjógv. Og so skal tað snúgva seg um børn og vansorgan. Umsorganin og tilknýti sum vit sjálvi fingu sum børn er avgerandi fyri hvørja umsorgan vit sjálvi eru før fyri at geva okkara børnum. Tað sigur norska Kari Kill n, sum hevur granska og skrivað ritgerð um vansorgan og tilknýtisórógv. Kari Kill n hevur vitjað her og hildið skeið fyri lærarum, pedagogum og øðrum, sum arbeiða við børnum. Men hvat merkir hugtakið varnsorgan, hetta var fyrsti spurningur, sum vit settu Kari. Okkara felags søga er hóast alt 300 ár, har Danmark hevði valdið, og tí er tørvur á sáttargerð, sigur Sara Olsvig, fólkatingskvinna fyri flokkin IA. Helle Thorning Schmidt, forsætisráðharri, hevur gjørt greitt, at Danmark fer ikki velja umboð í nevndina, tí hon heldur ikki, at Danmark hevur tørv á nakrari sáttargerð við Grønland. Hin grønlendska fólkatingskvinnan, Doris Jacobsen úr Siumut, vísir á, at Kanada hevur í fleiri ár kannað søguliga ágangin á inuittar. Danmark eigur at gera tað sama, skulu vit fáa góð viðurskifti millum Danmark og Grønland, sigur hon. Doris Jacobsen eftirlýsir samstundis eina almenna umbering fyri tað órættvísi, sum danir hava fram framt í Grønlandi, sum hon málber seg. Tíðliga um morgunin tóku tríggir menn ein bil í Miðvági og fóru til Sørvágs, har teir brutu seg inn til ein mann, sum teir høvdu ilt eyga á. Jógvan Páll Lassen heldur ikki, at ætlaðu lógarbroytingarnar eru neyðugar, sum landsstýrið vil hava settar í verk í Føroyum, so politiið fær betri amboð at kanna fólk, sum eru undir illgruna fyri brotsverk. Avlurtingarpakkin endaði aftur í rættarnevndini, tí ein meiriluti í tinginum samtykti at beina málið aftur hagar, tá tað var til triðju viðgerð hósdagin. Reimund Langgaard úr Sambandsflokkinum, sum var millum teirra, ið atkvøddu fyri at beina málið aftur í rættarnevndina, hevur sagt, at hann væntar, at tað fer at eydnast at samansjóða sjónarmiðini og leggja nýtt álit fyri tingið eftir páskir. Í samrøðu við almenna russiska sjónvarpið í gjárkvøldið segði Janukovitj, at leiðarin fyri amerikansku fregnartænastuna, CIA, John Brennan, hevur havt fund við stjórnina í Kijev. Janukovitj segði, at Brennan hevur verið við til at eggja til harðskap í landinum, og at ukrainski herurin hevur fingið boð um at berja niður loysingarfólkini. Russland gav stjórnini í Kijev, sum er vestansinnað, skyldina fyri, at støðan er vorðin so spent. Bretland, Frakland og USA siga hinvegin, at Russland hevur ábyrgdina av støðuni. Blóð flýtur, og altjóða samfelagið eigur at biðja Kijev um at gevast at við nýta vald móti fólkinum har eysturi í Ukraina, segði russiski ST sendiharrin, Vitalij Tjurkin. Bretski sendiharin, Lyall Grant, vísir á, at 35.000 40.000 væl vápnaðir russiskir hermenn eru komnir fram at ukrainska markinum. Og harafturat hevur Russland 25.000 herfólk á Krim hálvoynni, sigur bretski sendiharrin, sum heitti á Russland um at taka herfólk sítt aftur frá ukrainska markinum. ES fer í dag væntandi at herða tiltøkini móti Russlandi. Fyrrapartin hittast ES uttanríkisráðharrarnir til fundar í Luksemburg at viðgera støðuna í Ukraina. Hvørji tiltøk, nú verða sett í verk, er ógreitt. Higartil hava tiltøkini rakt russiskar politikkarar og aðrar persónar, sum hava vald. Tað ber til at hava tamarhald á upphitingini í heiminum, men treytin er, at okkurt verður gjørt alt fyri eitt, stendur í frágreiðingini. Skal tað eydnast at avmarka upphitingina til tvey stig, má farast til verka alt fyri eitt, segði formaðurin í veðurlagsnevndini hjá ST, Rajendra Pachauri, tá frágreiðingin varð kunngjørt í Berlin í gjár. Verðurlagsnevndin sigur, at skerjingarnar í útlátinum til 2020, eru ov smáar, skal málið um at avmarka upphitingina til tvey stig røkkast. Veðurlagsnevndin hevur fyrr ávarað um, at upphiting fer at elva til matvørutrot, plantu og djórasløg fara at doyggja, og heimshøvini fara at fløða. Lions sum felagsskapur Fullfíggjaða heiti felagsskapsins er The International Association of Lions Clubs. Lions er ein stytting av slagorðunum Liberty, Intelligence, Our Nation s Safety . Rakstrarrópið hjá Lions er sera beinrakið We Serve . Lions felagsskapurin hevur síðan stovnanina í 1917 breitt seg um allan heimin, og hevur í dag næstan 1,4 milliónir limir í yvir 44.500 klubbum í meira enn 190 londum ella geografiskum umráðum. Lions í Føroyum Í 1948 kom Lions til Europa, har fyrsti klubbin varð chartraður í Stockholm 24. mars 1948. 15. september 1950 kom Lions til Danmarkar, tá Lions Club København varð chartraður. Lions kom til Føroya 19. november 1966, tá Lions Club Tórshavn varð chartraður á hátíðarløtu í Kommunuskúlaaulini, har millum aðrar Hákun Djurhuus, løgmaður, Mogens Wahl, ríkisumboðsmaður, og Sigfred Skaale, borgarstjóri, vóru til staðar. Niels Nattestad, forseti fyri Lions Føroyar og Barry J. Palmer, altjóða forseti vóru í útvarpsstovuni í morgun Síðst í mánaðinum skulu allir fjórði og sættiflokkar í landinum til landsroynd í lærugreinunum føroyskt, náttúra og tøkni og støddfrøði. Talan er um 700 næmingar. Tað nýggja er, at royndin er talgild, og næmingarnir skulu svara øllum spurningum umvegis teldu. Trupulleikar hava tó verið við skipanini, og ta hevur fingið Føroya Lærarafelag at kolldøma landsroyndina. Bjørn Kalsø lovar at Mentamálaráðið fer at gera alt tað, tað er ment, at beina tøkniligu trupulleikarnar av vegnum, áðrenn fólkaskúlanæmingarnir koma í skúla aftur eftir páskafrítíðina. Bústaðir hava ment verkætlanina við Skansan saman við arkitektunum Alberti Isfeld og Gudmundi Hansen. Íbúðirnar verða nakað dýrari enn vant, men eftirspurningurin er stórur, sigur Bogi Jacobsen, tekniskur leiðari á Bústøðum. Eisini íbúðir á Óðinshædd Eftir páskir verður eisini farið at grava út fyri 22 íbúðum á Óðinshædd í Havn, sum Palli Gregoriussen, arkitektur, hevur teknað. Tær fara væntandi at kosta millum 4.000 og 5.000 krónur um mánaðin at leiga. Gongst sum ætlað verða íbúðirnar við Skansan og á ðinshædd lidnar um hálvt annað ár ella so. Íbúðir á Heimasta Horni Herfyri keyptu Bústaðir 24 íbúðir á Heimasta Horni í Havn at leiga út. Allar 24 íbúðirnar eru leigaðar út, og tey fyrstu flyta inn í mai mánaði. Húsaleigan liggur millum 6.000 og 7.000 krónur. Bústaðir hava eisini aðrar byggiætlanir í Havnini og ymsa staðni kring landið. Tørvurin er stórur, tí bara í Suðurstreymi standa 1200 á bíðilista. Forvitin starvsfelagi, betri vitandi stóribeiggi og ein familja við tveimum børnum og einum óuppdrignum chihuahua hundi. Hesi eru trý av evnunum í Also hesaferð. Eisini skrivar ein ørkymlaður lurtari um beiggja sín og damuna, sum eru farin hvør til sítt, og hvussu hetta ávirkar restina av familjuni. Søgan um ríkisfelagsskapin má vera meira og annað enn ein søga um pengar. Tað segði Ulrik Pram Gad, granskari á lærda háskúlanum í Keypmannahavn, við P1 hjá danska kringvarpinum í morgun. Sambært honum hevur almenna samskiftið um felagsskapin seinnu árini bert snúð seg um pengar og búskaparlig virði, og hann eftirlýsti upplýsing. Tað er forlagið Systeim, sum hevur tikið stig til eitt størri e kjak um ríkisfelagsskapin í Danmark, Grønlandi og Føroyum, og sum danska kringvarpið nú tekur til viðgerðar. Sambært Kaj Leo Holm Johannesen, sum eisini er við í kjakinum á netinum, so er vantandi vitan um hvør annan, serliga ein danskur trupulleiki. Sambært Oyggjatíðindum hevur Heilsufrøðilga starvsstovan kravt, at øll 70 tonsini, sum Ran kom við av Flemish Cap verða burturbeind. Tey kunnu hvørki brúkast sum mannaføði ella djóraføði, skriva Oyggjatíðindi. Um hesi tíðindi hjá Oyggjatíðindum hevur Gunnbjørn Joensen onga viðmerking. Gunnbjørn Joensen sigur, at Thor hevur fingið hoyringarfreist frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni til 23.apríl. Málið er tí til viðgerðar, og eingin endalig avgerð er tikin. Tey 70 tonsini liggja, sum Gunnbjørn Joensen sigur, trygt og væl í Klaksvík. Ran og Phoenix hjá Thor vóru á Flemish Cap fyrr í ár. Phoenix fiskaði til Ran, sum frysti fiskin. Skipini fingu 410 tons á Flemish Cap. Sambært Thor vóru 70 tons, har fiskurin var so stórur og feitur, at ikki bar til at frysta hann í blokk. Hetta merkir tó á ongan hátt, at fiskurin ikki lýkur neyðugu góðskukrøvini, sígur Thor í tíðindiskrivi. Men Heilsufrøðiliga starvsstovan er ikki samd við Tjor, og heldur teimum 70 tonsunum aftur. Teir hjá Thor vóru i øðini, tí Norðlýsið var um borð á Ran og tók myndir av lastini, tá Ran kom til Klaksvíkar fyrst í apríl. Myndirnar vórðu almannakunngjørdar. Í tíðindaskrivi 3.apríl segði Thor seg kanna, um rættast er at melda Norðlýsið fyri ólógliga at hava útvegað sær atgongd til eitt skip hjá Thor, ella um rættast er at taka onnur stig. Gunnbjørn Joensen sigur í dag, at higartil er ikki meira gjørt við tann spurningin. Ran er nú í dokk á Skála til klassingar. Malan Thomsen, forkvinna í nevndini, sigur í almennum brævi til býráðið, at eitt uppskot um nýggjan musikkskúla er klárt, men einki hendir. Nevndin fær ikki samband við Tórshavnar kommunu, og tí ber ikki til at hjá teimum at fáa kunning ella fund um málið. Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentanarnevndini hjá Tórshavnar Býráð, sigur í dag, at býráðið hevur útvegað projekt og fígging til at byggja ein nýggjan Musikkskúla í Havn. Nevndin fyri Musikkskúlan verður boðin til fundar beint eftir páskir, og tá verður eisini farið til undir arbeiðið at byggja musikskúlan, sigur Helena Dam á Neystabø. Musikskúlin hevur verið leingi á veg. Í 2010 samtykti Tórshavnar býráð at fara undir at fyrireika at byggja nýggjan musikkskúla. Musikkskúlin skuldi eftir ætlan byggjast á fløtuni eystan fyri Norðurlandahúsið. Útvarpið tosaði fyri lítlari løtu síðani við Helenu Dam, á Neystabø. Spakin verður settur í í vár ella summar, sigur Helena Dam á Neystabø og avvísir, at málið verður súltað. Umframt at Niels Uni sigur sína hugsan um útgávuna, verða fleiri sangir á fløguni spældir, so lurtarin eisini kann gera sína egnu meting um sangirnar og útgávuna. Sløk 84 tons av toski, sum lógu leys í lastini í Ran frá Flemish Cap, eru ikki mannaføði, tað er fyribilsniðurstøðan hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Thor fekk freist til í gjár at svara upp á fyribils avgerðina hjá Heilsufrøðligu Starvsstovuni, áðrenn avgerðin verður staðfest endaliga. Thor hevur tó biðið um longda freist at svara. Vit hava tosað við Osvald Hansen, sum varð illa happaður sum barn orsaka av breki í fótinum. Eyðun Magnussen hevur vøddasvinn, og vit prátaðu við hann og hjálparan hjá honum. Arbeitt verður eftir sjálvum álitinum, sum Fornminnisavnið handaði landsstýrismanninum í 2008, og sum var góðtikið í 2010. Og sambært tí álitinum, skal Múrurin í varðveitast, sum tann toft hann er. Fyribils veðurverjan verður nú tikin niður, og tá konserveringsarbeiðið er liðugt, verður veðurverjan ikki sett uppaftur. Tá arbeiðið verður liðugt seinni í ár, fer allur vesturendin sostatt at standa berur Ein annar liður í varðveitingararbeiðinum í ár eru tær bygningafornfrøðiligu skrásetingarnar. Hesar skrásetingar leggja dent á siðsøgulig og byggilistarlig viðurskifti, sum taka atlit at, hvussu Múrurin er bygdur, hvussu múrverkið er laðað og so víðari. Við kanningini av múrverkinum verður skjalprógvað, hvat enn er til av upprunamúrverki og fugum, og gevur hetta okkum vitan um, hvussu byggiarbeiðini fóru fram í miðøldini. Varðveitingararbeiðið verður lagt soleiðis til rættis, at bygningafornfrøðiligu kanningarnar verða gjørdar undan og saman við sjálvari múrkonserveringini. Tá ið hesi arbeiði eru gjørd, verður fyribils veðurverjan tikin niður so hvørt, og múrverkið fer aftur at standa bert og við flagi á múrkrúnuni. Tað forðar tó ikki rúsevnisbrúkarum at fáa sín rús, tí tá lítið er at fáa av hampi, er tað frá heilsuverkinum, at rúsurin verður fingin til vega. Marius Dam, formaður í kommunulæknafelagnum, sigur, at tað finnst eitt slag av heilivági, sum líkist og virkar sum Ritalin, men sum er ringari at misnýta. Hesin heilivágurin er tó nógv dýrari enn Ritalin. Marius Dam heldur tó, at tað kann verða ein loysn uppá trupulleikan, at fara at útskriva meira av tí slagnum av heilivági. Hóast málsligir trupuleikar kunnu vera at fara útum norðurlond at lesa, verður hjálp veitt at loysa hesar trupuleikar. Vendi tykkum til Altjóða skrivstovuna, fyri at fáa vegleiðig og skeiðstilfar. Holger Arnbjerg frá ASK, er í útvarpsstovuni. Osbjørn Jacobsen Arkitektar, sum hava teknistovu í Syðrugøtu, skulu tekna og projektera býráðshúsið og hava eftirlit við allari byggingini. Býráðshúsið í Eysturkommunu verður knappliga 600 fermetrar til støddar. Ráðstevnan skal viðgera nógvar spurningar um javnstøðu, millum annað, hvussu kynsbýtið á arbeiðsmarknaðinum og heima við hús ávirkar javnstøðuna, hví so fáir menn eru í umsorganarstørvum og lærarastørvum, og hví so fáir menn fara í barsilsfarloyvi. Onnur evni eru, hví so nógvar kvinnur arbeiða niðursetta tíð, hvør hevur ábyrgd av javnstøðuni á arbeiðsmarknaðinum og heima við hús, og hvussu arbeiðsmarknaðurin í útjaðaranum ávirkar javnstøðuna. Ráðstevnan verður í Norðurlandahúsinum 27.mai. Dagin eftir verður skeið um kyn, politikk og javnstøðu, og har verður dentur lagdur á luttøkuna hjá kvinnum í politikki. Norðurlandaráðið, íslendska Vælferðar málaráðið, íslendski javnstøðumiðdepilin og Vinnumálaráðið í Føroyum skipa fyri ráðstevnuni. MIllum annað fer Bobby Zachariae, professari. dr.med og sálarfrøðingur við Aarhus universitetshospital, at halda fyrilestur um handafaran av kroniskari sjúku. Bobby Zachariae er leiðandi serfrøðingur innan strongd. At liva við kroniskari sjúku er ein avbjóðing, sum kann hava stóra ávirkan á fysisku førleikarn ar, sálarliga trivnaðin og lívsgóðskuna. F ólk handfara lívsins avbjóðingar ymiskt, og f yrilesturin fer at vísa á úrslit frá nýggjari lívfrøðiligari, sálarligari og sosialari gransking. Granskingin vísir á viðurskifti, ið hava týdning fyri lívsgóðsku og førleika til handfaran av kroniskari sjúku. Í illveðrinum, sum var í desember í fjør og januar í ár, fekk fyllan innanfyri verjugrótið á nýggja havnalagnum skaða av nógva uppganginum tá. Tosað hevur verið um, hvussu sleppast kann undan, at hetta verður afturvendandi trupulleiki. Verandi verjugarður sunnanfyri saltsølubygningin, skal nú leingjast norður til atløgubryggjuna, og skal verða í somu hædd sum verandi verjugarður. JHR Entreprenørar skulu gera arbeiðið, og sáttmálin varð í gjár undirskrivaður. Arbeiðið fer at kosta 368 túsund krónur, og verjugarðurin skal verða liðugur á ólavsøku í ár, skrivar heimasíðan hjá Nes Kommunu. Sambært lærda háskúlanum í Íslandi eru íslendskir menn í miðal 1 metur 80,6 cm høgir, meðan íslendskar kvinnur eru í miðal 1 metur og 70,6 cm. Sambært grein í savninum hjá íslendska Morgunblaðnum, vístu mátingar av uppafturgrivnum beinagrindum, sum kundu tíðarfestast heilt aftur til ár 900 1100 eftir Krist, at miðalhæddin á monnum tá var 1 metur og 71,1 cm, og kvinnurnar vóru í miðal 1 metur og 59,6 cm. Kanningar vísa eisini, at millum ár 1700 og 1800 lækkaði miðalhæddin hjá monnum niður í 1 metur og 62,2 cm og hjá kvinnum niður í 1 metur og 53,3 cm. Í 20 undu øld er miðalhæddin vaksin spakuliga. Í árunum 1967 til 1969 vórðu menn í miðal 1 metur og 79,4 cm í miðal, og kvinnur 1 metur og 63,6 cm. Í 1988 89 vórðu íslendskir menn í miðal 1 metur 79,4 cm og kvinnur 1 metur og 66,3 cm. Flestu mammurnar, nærum tveir triðingar, eru í fulltíðarstarvi. Tað vísir kanningin Ungfólk í Føroyum 2012, sambært heimasíðuni hjá lærarafelagnum. Hinar mammurnar, góð 22 prosent, eru í flestu førum í parttíðarstarvi. Einans seks prosent svara, at mamman arbeiðir heima, tað vil siga er heimagangandi. Nøkur, góð tvey prosent av teimum ungu, svara, at mamman er arbeiðsleys, og trý prosent svara, at mamman gongur í skúla. Hyggja vit at støðuni hjá pápum, so sæst, at teir í nógv størri mun arbeiða fulla tíð. Nærum fýra av fimm pápum eru í fulltíðarstarvi. Einans fýra pápar minni enn eitt prosent eru, sambært svarunum hjá ungdómunum, heimagangandi. Góð 12 prosent hava parttíðarstarv og sløk fýra prosent eru arbeiðleysir. Nógv færri pápar enn mammur eru undir útbúgving, tá tey spurdu eru um 16 ára aldur. Fimm pápar og ein mamma fáa eftirløn. Kynsmunurin er minkaður nakað í mun til eldri arbeiðs marknaðarkanningar. Fleiri kvinnur eru í fulltíðarstarvi í dag enn fyrr. Hetta eru tó mynstur, sum kunnu broytast nógv, tí ikki er greitt, um mammurnar til dømis hava fulltíðarstarv í eitt ella fimm ella 10 ár. Børn og ung í skúlaaldri hava í dag ofta foreldur, sum eru sera virkin á nógvum økjum arbeiðslív, frítíðarvirksemi, skeiðsvirksemi, o.s.fr. Og hetta merkir eisini, at nógv ung hava minni tíð saman við foreldrunum enn higartil hildið. Arbeiðið hjá foreldrunum er sjálvandi eisini avgerandi fyri livistøðið. Ungfólk í Føroyum 2012 er frágreiðing, sum lýsir og viðger úrslitini av stórari skúla spurnakanning hjá Firouz Gaini, granskara. Kanningin er partur av føroyskt íslendskum granskingarsamstarvi, sum byrjaði tíðliga á vári 2011. 19 av tilsamans 21 skúlum við 9. flokkum luttóku. Kanningin umfatar øll, sum eru fødd í 1996, tó eru nakrir fáir luttakarar 1 ár yngri ella eldri. Svarprosentið var 76,1 prosent í Føroyum, og tað er góðkent støði. Umleið 52 prosent av teimum spurdu vóru gentur. Russiskt sinnað uppreiðstrarfólk hava seinastu dagarnar hertikið fleiri stjórnarbygningar í býnum, og samanbrestir hava verið millum myndugleikar og mótmælisfólk. Sum skilst hava fleiri latið lív. Tað er virkandi forsetin í Ukraina, Oleksandr Turt jynov, sum sambært tíðindastovuni Interfax hevur givið herinum boð um at leggja uppí. Tað er enn ikki greitt í hvønn mun ukrainski herurin fer til verka í Donetsk, men ein mynd, sum BBC hevur almannakunngjørt, vísir í minsta lagi 7 stríðsvognar, sum í nátt stóðu einans 70 kilometrar burturfrá Donetsk. Ukrainski forsetin segði í gjár sambært russisku sjónvarpsrásini RT, at herurin verður sendur til Donetsk fyri at verja íbúgvarnar. Malan Thomsen, forkvinna í nevndini, segði í opnum brævi til býráðið, at uppskot um nýggjan musikkskúla er klárt, men einki hendir. Tá man hevur gingið 13 ár í skúla, fær man 20 minuttir at vísa sítt virði í teimum síðstu munnligu royndunum. Tá kenna nógv seg trýst, og tað verður svart fyri eygunum. Soleiðis siga Persson og Dahl á síni facebook síðu. Við ávísum amboðum ber til at koma betri ígjøgnum royndina. Hanus Kjølbro og Snorri Brend hittust til kaffiprát í Klaksvík í morgun. Snorri hevur nógv at tosa við Hanus um. Til dømis tá hann fekk ein stein á bilin á Viðareiðisvegnum, um sjómanslívið og so sjálvandi um veðrið Lønarkrøvini eru fýra milliónir og 100.000 krónur Men tey fáa bara góðar 120.000 krónur at býta millum sín, Trygdargrunnurin og tey 20 fólkini, sum arbeiddu hjá Dimmalætting. Dividendan í trotabúnum smápartafelagnum Bring er trý prosent til krøvini, sum hava framíhjárætt. Hini fáa einki. Borgarlig rættarmál draga ofta út í áravís, tí advokatarnir ikki taka málini í nóg stórum álvara. Tað heldur formaðurin í Føroya Advokatfelag, Alfred Petersen, sum í mun til formannin í Fiskimannafelaginum ikki heldur nakað vera galið við sjálvari rættargangslógini. Heilivágurin virkar á sama hátt sum Ritalin, men gevur sama rúsin sum Ritalin, og tí er hann ikki er líka áhugaverdur fyri rúsevnismisnýtarar. Tað segði Marius Dam í Deg og Viku í gjárkvøldið. Dag og Vika vístu á, at misnýtarar í størri mun enn fyrr nýta heilivágin Ritalin sum rúsevni. Hesin heilivágurin er tó dýrari enn Ritalin. Todi Jónsson spældi átta ár við felagnum FCK og átti í fleiri ár metið, sum mest skorandi leikarin nakrantíð. Tað metið er tó tikið. Todi Jónsson var heiðraður av áskoðarunum á heimavøllinum í Keypmannahavn í sambandi við dystin sunnudagin. og eftir ljóðinum at døma, so høvdu áhoyrararnir ikki gloymt føroyingin. Sara Olsvig sigur, at verður hon forkvinna í flokkinum, skal IA leggja dent á at fáa breiðar politiskar semjur á trimum økjum vælferð, fiskivinnu og ráevnum. Men verður hon vald til forkvinnu í IA á eykalandsfundinum 30. mai, leggur hon frá sær sum fólkatingskvinna í heyst, boðar Sara Olsvig frá í einum tíðindaskrivi. Tá Kuupik Kleist um mánaðarskiftið boðaði frá, at hann leggur frá sær sum floksformaður, søgdu Sara Olsvig, Juliane Henningsen Aqqakuaq B. Egede, sum øll sita í starvsnevndini hjá IA, at tey umhugsaðu at stilla upp til formansvalið. Í gjár fekk Finnur Fríði til dømis 1200 tons av svartkjafti, Jupiter boðaði Vørn frá 1120 tonsum, og Tróndur í Gøtu hevði 1000 tons. Nakrir russiskir trolarar eru í føroyskum sjógvi, ein boðaði frá, at hann fekk 84 tons av svartkjafti í gjár og ein annar fekk 77 tons. Íslendski skipini, sum hava bíðað í føroyskum havnum eftir svartkjaftinum, eru nú sambært Vørn á gráu leiðini millum føroyska markið og bretska markið. Todi Jónsson spældi átta ár við FC Keypmannahavn, og átti í fleiri ár metið, sum mest skorandi leikarin nakrantíð. Tað metið er tó tikið. Todi Jónsson var heiðraður av áskoðarunum á heimavøllinum í Keypmannahavn í sambandi við dystin sunnudagin. og eftir ljóðinum at døma, so høvdu áhoyrararnir ikki gloymt føroyingin. Men advokatar hjá Silvio Berlusconi hava skotið upp fyri dómstólinum, at hann skal arbeiða við brekaðum fólki á einum nýggjum heimi, sum í næstum letur upp uttan fyri Milano. Skal løgreglan sleppa at goyma upplýsingar um hvønn borgararnir samskifta við, fyri at basa álvarsligum kriminaliteti Samgongan fór brádliga at ivast, eftir ein ES dóm, og málið fór tí aftur í Rættarnevndina. At kjakast um hetta í sjónvarpsstovuni eru Eivin Jacobsen, tinglimur fyri Sambandsflokkin og limur í Rættarnevndini, og Páll á Reynatúgvu, tinglimur fyri Tjóðveldi og limur í rættarnevndini. Vertur er Beinta Løwe. Úrslitið av ílegukanningunum, sum vórðu gjørdar av seyðinum í 8 hagapørtum í Norðsteymoy í fjør heyst, vísir, at tað ber til at basa ridluskriðanum, sum herjar har um leiðir. Bøndurnir seta nú sítt álit á, at landsstýrið játtar tær 400.000 krónurnar, sum skulu til fyri at gera arbeiðið liðugt. Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, sigur, at umbønin um eykajáttan verður viðgjørd á landsstýrisfundi eftir páskir. Síðani fíggjarkreppuna í 2008 eru nógvir bankar farnir av knóranum, og tí hevur ES arbeitt við eini ætlan um at skipa ein stovn, sum skal hava betri eftirlit við evropeiskum bankum. Skattaborgarin skal ikki longur gjalda fyri húsagangin. Í staðin verður rokningin send einum felags grunni, sum allir peningastovnar gjalda í. Harafturat verður skipað eitt felags fíggjareftirlit, sum skal hava eitt vakið eyga við bankum, sum hava virksemi tvørtur um landamark. Men nýggja bankasamgongan fevnir einans um lond, sum nýta evruna sum gjaldoyra, og tí skal eitt nú Danmark, sum hevur egið gjaldoyra, taka støðu til, um tað skal vera við í samgonguni. Í Brunsj greiðir Tróndur millum annað frá sínum stóra áhuga fyri fótbólti, og frá samstarvinum við Øssur Egholm sum annar verturin í Vikuskiftissendingini. Øll viðgerðin hjá føroysku myndugleikunum av garnaskipinum Anitu er fongd við feilum. Axel Hansen vísur á, at millum annað mynstringarlistarnir eru ikki gjørdir sambært krøvunum í lógini. Teistin siglir ikki um Skopunarfjørð langafríggjadag og páskadag. Men páskafriðurin hjá Strandafaraskipum landsins heldur ikki. Kommunurnar á Sandoynni skipa siglingina sjálvar. 27 ára gamli elektroniski tónleikaúrmælingurin og framleiðarin Brynjolfur á Heygum úr Havn stendur júst nú á gáttini til eitt altjóða gjøgnumbrot innan elektroniska tónleikapallin. Hann hevur skrivað sáttmála við viðurkenda plátufelagið Eskimo Recordings, og sangur hansara I Love You hevur gingið eina sigursgongd á elektroniskum tónleikapallum kring allan heimin. Síðan Brynjolfur fluttin til Keypmannhavnar í 2007, hevur hann miðvíst arbeitt seg upp innan sterka elektroniska tónleikapallin í Danmark og verður í dag roknaður sum eitt av størstu talentunum yvirhøvur innan henda pall. Her heima er Brynjolfur nokk best kendur sum oddamaðurin í elektro rokkbólkinum Side Effect, sum var framtraðkandi og útgáv eina fløgu miðskeiðis í nullunum. Eg kundi hugsað mær at fingið svar uppá nakrar málsligar spurningar . Dømi 1. Tveir ella tvinnir Hetta hevur ivaleyst verið frammi fyrr, men framvegis tykist tað vera ógreitt. Kanska málfrøðingurin kundi greitt frá, nær vit brúka tveir tvær ella tvinnir tvinnar Dømi 2. regla stutt e Tá vit hoyra orðið regla í samanseting tykist ikki vera nakar ivi um úttaluna. Løgregla, meginregla, stutt e eingin hevði sagt løgre e e gla Heldur ikki, tá tú hugsar um reglur í eini bók, vit tosa um ovastu reglu stutt e o.s.fr. men tá regla merkir tað sum eitur regel á donskum, tá kemur brongl í. Fólk hoyrast siga Re gil. Re gul langt e re e glar og annað Hví kemur bland í reegla og regla Dømi 3. Eintal ella fleirtal Hoyri við hvørt, at bland kemur í eintal og fleirtal, tá fólk siga frá ítrótti í fjølmiðlunum. Skilt verður ikki ímillum, um talan er um felagið, ella persónarnar á vøllinum Kvinnur sum eru í vanda fyri at fáa hjarta og æðrasjúkur skulu svimja meira og skjótari. Tríggir til fimm minuttir av skjótari intervalsvimjing er líka gott fyri hjartað og æðrar, sum at svimja í ein tíma við hóvligari ferð. Fyrstu úrslitini frá stóru føroysku Svim og Spæl ella SOS granskingarverkætlanini, sum fór av bakkastokki í fjør, eru nú kunngjørd í einum stórum amerikanskum vísindaligligum tíðarritið. Magi Mohr er verkætlanarleiðari og hann høvdu vit í telefonini úr Vági. Síðst í hesum mánaðinum setur ein boripallur hjá Statoil kósina í føroyskan sjógv at bora. Fyrst skal leitibrunnurin Brugdan 2 borast liðugur, og síðani skal ein nýggjur leitibrunnur borast í einum nýggjum leitiøki beint við hetlendska markið . Upprunaliga ætlanin hjá Statoil var at byrja at bora hálvan apríl, men ringt veður í Barentshavinum hevur seinkað leitingini. Statoil er fyristøðufelag, men ExxonMobil eigur nærum helmingin av leitiloyvinum. Oljufelagið OMV eigur 15 prosent og Atlantic Petroleum eitt prosent, sambært Jarðfeingi. Byrjað var at bora Brugduna 2 brunnin í 2012, men av tí at tað dró út at fáa brunnin liðugt boraðan, varð avgjørt at steðga á og seta propp í, og taka boringina upp aftur seinni. Tíðin er farin frá, at strandfaraskipini ikki sigla allar dagar í árinum, og landsstýrissamgongan eigur at virka fyri, at siglt verður alt árið. Tað sigur Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi, sum saman við hinum borgarstjórunum í oynni hevur tikið stig til, at tað verður siglt millum Gomlurætt og Skopun á páskum, tá Teistin ikki siglir. Tað kostar teimum fýra kommunum 20.000 krónur at leiga Froy hesar dagarnar. Ferðaseðilin við Froyi kostar 20 krónur hvønn vegin, tað sama sum við Teistanum. Kommunurnar hava leigað Froy at sigla tveir túrar um dagin, langa fríggjadag og páskadag. Froyur tekur 48 ferðafólk, men ikki bilar. Tá uppskotið um at heita á landsstýrið um at bera so i bandi, at strandfaraskipini sigla hvønn dag í árinum, var til viðgerðar í tinginum, varð nevnt, at eykakostnaðurin verður millum eina og tvær milliónir krónur Hetta uppskotið er nú í vinnunevndini. Stríðsflogfør vóru eisini sædd á flogi yvir støðini, og skot hoyrdust. Virkandi forsetin í Ukraina, Oleksandr Turtjynov, sigur, at tað hevur eydnast ukrainsku hermonnunum at taka flogstøðina í Kramatorsk aftur frá russiskt sinnaðu mótmælisfólkunum. Mótmælis rýmdu Fyrrapartin í gjár frættist, at mótælisfólk, sum eru í parti við Russlandi, sjálvboðin vóru farin av høvuðsskrivstovuni hjá løgregluni Kramatorsk. Tey rýmdu stutt eftir, at forsetin boðaði frá, at ukrainski herurin er farin undir eitt átak at reka mótmælisfólk burtur, og at herurin um neyðugt fer at brúka vald. Russiskt sinnaðu mótmælisfólkini hava tikið fleiri stjórnarbygningar har eysturi í landinum. Sambært tíðindastovunum hava mótmælisfólkini framvegis valdið á almennum bygningum í Donetsk og Lugansk har eysturi í Ukraina. Í býnum Slavjansk ganga tíðindi um, at mótmælisfólkini eru farin at byggja byrgingar á vegum, sum ganga inn til býin. Arbeiðsgevararnir ynskja at handverkarar úr ES lættari skulu sleppa til Føroya at arbeiða, hóast arbeiðsloysið her er oman fyri hálvt fjórða prosent. Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag siga í hoyringarsvari til Vinnumálaráðið, at tey hava fleiri ferðir víst á, at vinnan, serliga byggivinnan, longu hevur og fer at hava tørv á fólki við røttum førleikum. Um vinnan bara hevur norðurlendska arbeiðsmegi at velja í, enda vit í somu støðu sum í 2006 til 2008 við stórum tørvi á arbeiðsmegi. Afturat hesum kemur, at vit nú eru í harðari kapping við Noreg um arbeiðsmegina, eisini føroysku arbeiðsmegina. Feløgini fegnast tí um, at Vinnumálaráðið sær álvaran í støðuni og tekur neyðugu stigini til at loysa henda samfelagstrupulleikan, bæði serskilt viðvíkjandi handverkarum, men eisini fyri alla aðra arbeiðsmegi. Arbeiðsgevarafelagið og Handverksmeistarafelagið taka tí fult undir við at broyta útlendingalógina sambært ríkislógartilmælinum, siga feløgini í hoyringarsvarinum frá Vinnuhúsinum. Fyri nøkrum árum síðani varð lógin broytt soleiðis, at tá arbeiðsloysi í Føroyum fer upp um 3,5 prosent, fóru serligu rættindini hjá ES borgarum at fáa arbeiði í Føroyum úr gildi. Broytingin merkir, at ikki fyrr enn arbeiðsloysið fer upp um seks prosent, missa handverkarar í ES serligu rættindini at fáa arbeiði í Føroyum. Tað er best fyri meg og fyri felagið, sum hevur nakrar lykladystir fyri framman. Eg havi havt tað gott hesar fýra mánaðirnar á Argjum, men tíðin og orkan røkkur ikki til longur, sigur Bill McLeod Jacobsen. Sjúrður Olsen, formaður í FC Argjum, harmast støðuna. Hjálparvenjarin, Oddbjørn Joensen, verður venjari hesa vikuna. Bill hevur eisini havt aðrar uppgávur í felagnum við ungdómsarbeiði, og tað er ikki óhugsandi, at tað samstarvið heldur fram , sigur Sjúrður Olsen við heimasíðuna hjá AB. AB liggur hevur fýra stig í Effo deildini og liggur á sjeynda plássi. Ab hevur vunnið ein dyst, spælt ein javna og tapt tveir. Nummar eitt í EFFO deildini er NSÍ, sum hevur 9 stig. Fiskimálaráðið hevur lýst kunngerð, sum skipar fiskiskapin hjá føroyskum skipum eftir djúphavsfiski í altjóða sjógvi í NEAFC. Ásetingarnar í kunngerðini eru ikki nýggjar fyri føroysk skip, tí undanfarin ár hava tær verið treytir í fiskiloyvinum hjá skipunum. Høvuðstættirnir í kunngerðini eru, at nú kunnu føroysk skip royna eftir djúphavsfiski í altjóða sjógvi í NEAFC í tilsamans 341 fiskidagar í 2014. Henda skipan er galdandi fyri allan fiskiskap eftir teimum fiskasløgum, ið eru nevnd í kunngerðini. Umframt fiskidagatal er hámark sett fyri, hvussu nógv kann fiskast av búrfiski og kubbuta langasporli. Føroysk skip kunnu í 2014 fiska 150 tons av búrfiski. Saman við skipum úr hinum NEAFC londunum kunnu føroysk skip fiska av eini felagskvotu av langasporli upp á 1350 tons. Loyvi at royna eftir djúphavsfiski í NEAFC økinum verða latin skipum, sum fyrr hava fiskað har, ella sum hava loyvi at fiska botnfisk í føroyskum sjógvi. Til beinleiðis fiskiskap eftir búrfiski krevst tó serstakt fiskiloyvi, sum verður latið skipi, ið fyrr hevur havt slíkt loyvi. VØRN avgreiðir umsóknir um fiskiloyvi og annað í sambandi við fiskiskap eftir botnfiski á djúpum vatni í altjóða sjógvi. Tey, sum longu hava søkt Fiskimálaráðið um fiskiloyvi, nýtast ikki at søkja av nýggjum. Arbeiðsgevarafelagið, Ráfiska keyparafelagið og Havbúnaðarfelagið eru í stórum iva um eina kunngerð, sum skal loyva Heilsufrøðiligu starvsstovuni at taka pengar fyri at hava eftirlit við fiski, sum verður útfluttur til Russlands, Kasakstans, Hvítarusslands ella Kina. Feløgini siga tað vera umráðandi, at Heilsufrøðiliga starvstovan ikki krevur meira enn russiskir og kinesiskir myndugleikar krevja, og ásetur gjøldini eftir teimum krøvunum. Vinnan skal rinda løn Ætlanin er eisini, at vinnan skal rinda lønina hjá starvsfólki á Heilsufrøðiligu starvsstovuni, sum skal fáast við yvirskipað umsjón og eftirlit. Hetta er sera ivingarsamt. Fer vinnan at fíggja yvirskipaða virksemið hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, kann við røttum setast spurnartekin við, um Heilsufrøðiliga starvsstovan tá hevur tað óheftni, sum slíkur stovnur eigur at hava. Og sambært játtanarreglum landsins eigur samsvar at vera millum, hvat tað kostar tí almenna at veita eina tænastu og gjaldið, sum tað almenna krevur fyri tænastuna. Arbeiðsgevarafelagið, Ráfiskakeyparafelagið og Havbúnaðarfelagið halda, at kunngerðin er gjørd í skundi, tí serligar umstøður eru galdandi nú í sambandi við útflutningin. Feløgini mæla tí til, at kunngerðin verður endurskoðað fyrst í komandi ári fyri at fáa greiðu á, júst hvat vinnan rindar fyri, og hvat arbeiði krevst av Heilsufrøðiligu starvsstovuni fyri at røkja tær uppgávur, hon krevur gjøld fyri. Tey, sum selja uppsjóvarfisk til Russlands, vænta sama útflutning hagar í ár sum í fjør. Tí eiga tølini frá 2013 at vera brúkt sum útrokningargrundarlag í kunngerðini fyri 2014, halda Arbeiðsgevarafelagið, Ráfiskakeyparafelagið og Havbúnaðarfelagið. Feløgini halda eisini, at kunngerðin fer at krevja ov nógv sýni av sild og makreli. Í staðin fyri at taka sýni fyri hvørji 1.000 tons eru 5.000 tons hóskandi. Hinir menninir eru teir sterkastu úr Íslandi, Noregi, Svøríki, Danmark og Onglandi. Tann størsti er 25 ára gamli íslendingurin Haf ór Júlíus Bj rnsson. Hann er 207 sentimetrar og vigar 190 kilo. Kappingin Battle of the North verður í høllini á Hálsi 2. mai. Fyrst í juni koma fólk frá kinesisku matvørumyndugleikunum til Føroya á eftirlitsvitjan. Tey hava serligan áhuga fyri laksi og makreli. Føroyski útflutningurin til Kina veksur skjótt. Hann var 100 milliónir krónur í 2011, 200 milliónir í 2012 og í fjør varð útflutt til Kina fyri 400 milliónir krónur Fyri at útflyta matvørur til Kina krevst heilsuváttan. Í fjør skrivaði Heilsufrøðiliga starvsstovan 2.144 heilsuváttanir til vørur, sum fóru úr Føroyum til Kina. Ikki eta livur av toski. Tað er greiðið boðskapurin hjá Bente Nilsen, sum er granskari við norska intituttið fyri matvørur, stytt NIFES. Viðvíkjandi toski hava vit gjørt stóra kanning av fiski úr Barentshavinum, fram við strondini í Noregshavi og Norðsjónum. Kanningin vísti, at nógv lívfrøðiligt umhvørviseitur kann vera í livrini, serliga dioksin og dioksin líknandi PCB, sigur Bente Nilsen. NIFES hevur eisini kannað innihaldið í livrini á toski, sum livur í firðum og havinum fram við norsku strondini. Og frá millum øðrum hesum kanningum, mælir norska matvørueftirlitið nú fólki frá at eta livur frá fiski, sum er fiskaður fram við norsku strondini. Eisini seiða livur er kannað, og kanningin vísti, at hóast virðini av umhvørviseitri kunnu vera høg eisini hjá seiði, eru tey kortini lægri enn í toskalivur. Virðini eru lutafalsliga høg fyri fiskalivir, serliga frá firðum og havnum. Í mun til markvirðið, sum er hægst loyvda virði sambært lóg um sjóføði, sæst, at miðalvirðini eru lutfalsliga nær við markvirðini í Noregshavi og Norðsjónum. Ridluskriði er ikki nakað nýtt fyribrigdi í Føroyum. Sjúkan varð fyrstu ferð staðfest i 1984, og í fleiri umførum hava myndugleikarnir roynt at basa sjúkuni. Kanningar hava staðfest, at seyðurin skal bæði hava smittuna í sær og verða genetiskt móttakiligur fyri ridluskriða. Fleiri sløg av genum eru, og tað eru ávís sløg, gentypa 0 og 1 sum eru móttakilig, meðan gentypa 3 og heilt upp í gentypu 9, eru mótstøðuførar. Ætlanin er nú at seta brundar við, sum hava mótstøðuført gen, og á tann hátt seta hetta genið við. Tað er nú skjótt trý ár síðani, at ein av ærnum hjá Magnusi Svarthamar, bónda í Skælingshaga norður, brádliga fekk staðfest sjúkuna ridluskriða. Í fjør vórðu blóðroyndir tiknar av seyði, sum varð dripin í slaktinum í heyst úr Skælingshaga og 7 grannahøgum, fyri at kanna ridluskriða. Sorgin nívdi og at enda fekk hon fastatøkur á honum. Ongin nevndi ella setti orð á saknin, men heldur svølgdi Magnus Pauli allan trega Men kenslurnar dagaðu undan og hann royndi at linna støðuna við alkoholi. Síðani varð Magnus Pauli giftur og fekk trý børn, men sjálvur hevði hann tað sera vánaligt. TIl ein dagin, hann var í fjøllunum og hevði eina heilt serstaka uppliving. Hann fekk ein frið og eina vissu at hann var í góðum hondum og onki hevði at óttast. Sambært fleiri altjóða tíðindastovum, sendi ukrainska fyribilsstjórin stríðsvognar fyrrakvøldið ella í gjár at niðurberja uppreiðstrarfólkini í russiskt talandi eystara partinum av landinum. Uppreistrarfólk hava seinastu dagarnar hertikið fleiri stjórnarbygningar í Ukraina, millum annað ein flogvøll. Men tað eydnaðist stjórnarherinum at taka flogvøllin aftur í gjár. Hernaðartyrlur frá ukrainska herinum hava verið á varðhaldi, men fyribils hava ongar fráboðanir verið um samanbrestir millum stjórnarherin og uppreistrarfólkini í miðbýnum í Kramatorks. Vladimir Putin tosaði sambært russisku tíðindastovuni Itar tass i gjár við Angelu Merkel, ríkikanslara í Týsklandi. Hann ávaraði um, at stórur vandi er fyri borgarakríggi i Ukraina. Angela Merkel og fleiri europeiskir stjórnarleiðarar hava seinastu vikurnar ávarað Russland og Vladimir Plutin við tiltøkum, um Russland blandar seg í stríðið í Russlandi. Eftir ætlan skulu stjórnarleiðarar úr Russlandi, USA, ES og Ukraina hittast til samráðingar í Geneve í morgin, í eini roynd at finna friðarliga loysn uppá kreppuna. Men russar hava hótt við at geva avboð. Um Russland heldur seg hava meira at missa, enn teir kunnu vinna í samráðingunum, so kann tað lættiliga henda, at russar ikki vilja samráðast, sigur Henrik Breitenbauch, granskari við danska blaðið Politiken. Flestu ferðafólkini vóru ungir suðurkoreanar á veg til oynna Jeju, ið koreanar vanliga ferðast til at halda frí. 324 av ferðafólkunum vóru næmingar av einum studentaskúla í býnum Ansan, sunnanfyri koreanska høvuðsstaðin Soeul. Óhappið hendi 20 kilometrar úr landi. Trivnaðurin í Sjóvinnustýrinum er vorðið eitt mál hjá Starvsmannafelagnum, tí limir í felagnum rýma av stovninum. Tað er eitt álvarsmál, tá fólk rýma úr góðum størvum, sigur forkvinnan í felagnum. Tveir limir í Starvsmannafelagnum hava sagt upp. Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum, sigur, at felagið hevur eitt mál um trivnaðin í Sjóvinnustýrinum. Felagið hevur vent sær til leiðsluna í Sjóvinnustýrinum og tann viðgerðin er ikki liðug. Viðvíkjandi liminum í felagnum, sum er uppsagdur, fær hon ikki sagt nakað alment, sigur hon. Lítil og ongin hjálp hevur verið at fingið hjá orðblindum næmingum. Síðan tey á Studentaskúlanum í Hoydølum eru farin at veita orðblindum hjálp, er talið á næmingum við hesum trupulleika vaksið. Í ringasta føri finna næmingarnir ongantíð útav, at teir eru orðblindir, tí teir venda skúlanum bakið, áðrenn teir fáa nakra hjálp. Hinvegin kann skúlagongdin eydnast væl hjá teimum, sum eru so heppin at fáa fakliga hjálp. Páskirnar nærkast og nógv okkara kunnu halda frí frá skúla ella frá arbeiði. Hjá summum eru hesir dagar ein kirkjuhátíð. Hjá øðrum fríir dagar, har til ber at gera tað, einum listir. Ella ber tað til Fyri stuttum heitti presturin í Vestmanna, Marjun í Kálvalíð, á Hondbóltssambandið um at virða kirkjufriðin og leggja finalurnar um føroyameistaraheitið í hondbólti ein annan dag enn skírisdag, men tann umbønin varð ikki gingin á møti. Í løtuni hækkar kostnaðurin fyri hvønn dag, og tí er neyðugt at steðga á nú og umhugsa ætlanina enn eina ferð. Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar Kommmunu. Fer prísurin á musikskúlanum upp um tær 40 milliónirnar, so má okkurt annað byggjaríð í kommununi víkja, staðfestir borgarstjórin. Eftir páskir fer borgarstjóri at kalla avvarðandi partar inn til fund um málið Umstríddi musikkskúlin í Havn sær út til at gerast dýrasta bygging í Føroya søgu. Tað staðfetsir Heðin Mortensen biorgarstjóri í Havn. Samært upprunaligu ætlanini skuldi skúlain kosta 41,8 mio kr, men seiantsu útrokningarnar vísar, at skúlin helst kemur á kosta næsta tvífalt so nógv eina 70 mio krónurella meir. Eitt nú gevur hetta ein fermetraprís á 34,000 kr, sum er einar 10.000 krónurmeir enn fermetraprísurin vanliga er á líknandi bygningum. Ein av orsøkunum til at musikkskúlin sær út til at gerast so kostanarmikil er staðstingin í sortudíki við norðurlandahúsi, sum setur heilt serlig krøv til byggingina, sigur Heðin Mortensen. Kári P. Højgaard sigur, at nógvir føroyingar sigla sum dekkarar við føroyskum og útlendskum skipum, og sum skilst, hevur Noreg ásett, at eingin matrósur sleppur at mynstra á skipi eftir 2018, uttan at hava lokið prógv. Í ár verða keipumyndir av kendum fólkum eisini seldar hægstbjóðandi, og peningurin fer óskerdur til nýggja skótahúsið í Runavík, sum er karmur um virksemið hjá KFUM skótunum við Skálafjørðin. Freistin at bjóða upp á Rankan er 29. apríl á middegi. Bústjórin, Eyðfinnur Jacobsen, tilskilar sær rætt til frítt at velja og vraka millum tilboðini, ella ikki at taka av nøkrum tilboði. Tað verður alt ov seint staðfest, um børn eru orðblind, tí bara børn, sum eru eldri enn 14 ár, verða kannað. Onki samskipað arbeiði er at kanna og hjálpa orðblindum børnum í fólkaskúlanum, og avleiðingin er, at tað er misjavnt, hvørja hjálp børnini fáa. Tað heldur Annika Marr Poulsen, sum er lærari og lesivegleiðari á Venjingarskulanum í Havn. Hon er eisini er útbúgvin orðblindalærari. Hvussu sær heimurin út undan Fyrra heimsbardaga og hvørjar eru orsøkirnar til at allur heimurin brestir saman í einum tí skitnasta og ljótasta krígnum yvirhøvir Eitt kríggj, ið krevur millum 30 og 50 milliónir mannalív, og sum broytir heimskortið munandi. Hesar og aðrar spurningar viðgera vit í hesari fyrstu sendingini, nú tað í ár eru 100 ár liðin, síðani Fyrri heimsbardagi brast á. Í aðru sending er evnið stríðsárini 1914 18, har vit eitt nú umrøða í hvønn mun Fyrri heimsbardagi rakti Føroyar. Og í triðju sendingini eru evnini avleiðingarnar og arvurin eftir Fyrra heimsbardaga. Á øðrum mótum eru eisini broytingar fyri stavn, og 1800 talið og árini undan Fyrra heimsbardaga er eisini eitt tíðarskeið við nógvum rembingum og nógvum framburði. Hetta er eisini eitt tíðarskeið, har kvinnur í størri og størri mun krevja síni rættindi. Í Føroyum fáa kvinnurnar valrætt til løgtingið í 1915, árið eftir at Fyrri heimsbardagi er brostin á. Og Fyrri heimsbardaga hevur nógvar broytingar við sær, tá talan er um samfelagsstøðuna hjá kvinnum. Eitt annað bræv er frá kvinnu, ið er troytt av keðiliga lívinum samanv ið manninum. Skal og kann hon gera okkurt Ella skal hon fara frá honum, og finna ein annan Triðja brævið er frá kvinnu, sum júst er skild frá manninum. Tey hava trupult við at verða samd um, hvussu nógv børnini skulu búgva hjá pápanum. Halgigdagslógin treingir til at vera dusta av og dagførd. Tað sigur Símun Jóannesarson Hansen. Hann var gestur í sendingini Radarin, í gjár Mentamálaráðið arbeiðir sum skilst við einari dagføring av halgidagslógini. Fyri stuttum heitti presturin í Vestmanna, Marjun í Kálvalíð, á Hondbóltssambandið um at virða kirkjufriðin og leggja finalurnar um føroyameistaraheitið í hondbólti ein annan dag enn skírisdag, men tann umbønin varð ikki gingin á møti. Tað var útgangsstøðið fyri kjakið í Radaranum. Borgarstjórin í Havn heldur, at politikararnir hava skyldu til at umhugsa allar møguleikar, áðrenn endalig avgerð verður tikin um, hvar nýggi musikkskúlin skal liggja. Hóast byggingin dýrkar nógv, er tað framvegis ætlanin at seta spakan í seinni í summar, sigur Heðin Mortensen, og leggur afturat, at arbeiðið verður boðið út fyrsta dagin. Stóra eyka arbeiði av at byggja skúlan í sortudíki hevur havt við sær, at kostnaðurin er øktur úr 41,8 mio upp í 70 mio. Og sambært borgarstjóranum er tað ikki óhugsandi, at prísurin fer at økjast enn meir. Tí hava onnur støð verðið nevnd, ið eisini høvdu hóskað sera væl til ein slíkan skúla eitt nú er upplagt at knýta musikskúlan uppí Kommunuskúlan í miðbýnum, heldur Heðin Mortensen Heðin Mortensen vísir á, at økti kostnaðurin eigur ikki at koma óvart á nakran nú, tí allir partar í málinum eru vorðnir kunnaðir, so hvørt sum nýggir upplýsingar hava havt broytingar við sær. Tí undrast hann eisini yvir, at nevndin í musikskúlanum vil verða við, at tey stórt sæð ikki hava verið kunnaði um gongdina í málinum. Hett er ikki rætt, sigur borgarstjórin Borgarstjórin skilur hinvegin væl, at fólk eru ørkymlað av, at nýggi musikskúlin verður so nógv dýrari enn ætlað. Tí fer hann nú at kalla inn til fund eftir páskir fyri at tryggja sær, at øll eru samd um, at skúlin skal byggast um tað so verður í sortudíki ella sum til dømis ein partur av kommunuskúlanum Hóast løgtingið ivast, um løgreglan nú eisini skal hava víðari heimildir at avlurta fólk, so merkir tað ikki, at eingin fylgir við í, hvat tú ger. Fyritøkur brúka snildar skipanir, fyri at skráseta hvat tú tekst við á alnetinum, fyri at fáa pengar burturúr. Hetta gera fyritøkur, fyri at fáa teg at keypa eina vøru frá teimum. Skrásetingin av tínum virksemi á alnetinum ger tað, at lýsingar frá tí ávísu fyritøkuni, koma fram á tínum skermi, hóast tú ert á eini heilt aðrari heimasíðu, Eisini flogfeløg og ferðaskrivstovur hava sað sær fyrimun við at skráseta fólk sum leita eftir ferðaseðlum á alnetinum. Tey kunnu brúka tína leitan eftir ferðaseðlum, til at hækka um ferðaseðlaprísin, sigur Hannes Gislason. Tað ber til at verja teg ímótur at fyritøkur halda eyga við tí tú ger á netinum, sigur Hannes Gislason. Ikki eta livur av toski. Tað sigur Bente Nilsen, sum er granskari við norska instituttið fyri matvørur, stytt NIFES, í samrøðu við NRK. Í sambandi við tosk hava vit gjørt stóra kanning av fiski úr Barentshavinum, fram við strondini í Noregshavinum og úr Norðsjónum. Kanningin vísur, at nógv lívfrøðiligt umhvørviseitur kann vera í livrini, serliga dioksin og dioksin líknandi PCB, sigur Bente Nilsen. Stovnurin hevur eisini kannað innihaldið í livur á toski, sum heldur til í firðum og havnum fram við norsku strondini. Út frá millum øðrum hesum kanningum mælir norska matvørueftirlitið nú fólki frá at eta livur úr fiski, sum er fiskaður fram við norsku strondini. Eisini seiða livur er kannað, og kanningin vísti, at hóast virðini av umhvørviseitri kunnu vera høg eisini hjá seiði, eru tey kortini lægri enn í toskalivur. Virðini eru lutafalsliga høg fyri fiskalivur, serliga úr firðum og havnum. Í mun til markvirðið, sum er hægst loyvda virði sambært lóg um sjóføði, sæst, at miðalvirðini eru lutfalsliga nær við markvirðini í Noregshavi og Norðsjónum. Ternan er farin í sigling á Sandoyarleiðini, og røkir Silja Star siglingina á Nólsoyarleiðini fyrsta túrin av Havnini kl. 16 20 í dag. Tað boðar Strandfaraskip landsins í einari kunngerð. Tekniskt brek umborð ás Teistanum er orsøkin til órógvaðu siglingina um Skopunarfjørð. Teistin siglur ikki orsakað av teknisku trupulleikunum. Silja Star siglir ístaðin av Skopun kl. 14 00 og kl.15 00, og av Gomlurætt kl. 14 30. Ternan siglir av Gomlurætt túrin kl. 15 45, og siglir eftir ferðaætlanini restina av degnum. Týsdagin boðaðu borgarstjórarnir á Sandoynni frá, at teir hava leigað Froy at sigla millum Skopun og Gomlurætt teir báðar halgidagarnar, langa fríggjadag og páskadag, tá Strandferðslan ikki siglir. Froyur, sum tekur 48 ferðafólk, men ikki bilar, fer at sigla av Gomlurætt kl 10.00 og 19.00, og úr Skopun kl 10.30 og 19.30 báðar dagarnar. Strandfaraskipið Teistin fekk skaða, tá hann sigldi inn í havnina í Hesti í morgun, og tí er skipið tikið úr sigling, og hann fer ikki í sigling aftur komandi dagarnar. Strandferðsla boðar frá, at Silja Star siglir av Skopun nú kl. 14 00 og kl.15 00, og at Ternan fer í sigling seinni í dag, og tá fer Silja Star at røkja Nólsoyarleiðina. Meira verður at frætta um hetta í kunngerðunum beint eftir tíðindini. Grønland fer at fáa fullan stuðul frá donsku stjórnini, um Grønland vil hava status sum strandaland í samband við samráðingar um makrel. Tað skrivar danski føðslumálaráðharrin, Dan Jørgensen, í svari sínum til grønlendska fólkatingslimin Saru Olsvig, úr Inuit Ataqatigiit, IA, sambært grønlendska blaðnum Sermitsiaq. Sara Olsvig spurdi danska ráðharran, hvussu stjórin fyrihelt seg til semjuna millum ES, Føroyar og Norra um makrelin. Í svarinum sigur Dan Jørgensen, at semjan um makrelin er gjørd millum ES, Norra og Føroyar, sum hava yvirtikið fiskivinnupolitikkin, og sum sjálvar hava samrátt seg til avtaluna. Danmark er ikki sjálvstøðugur partur av avtaluni. Um so er, at Grønland vil hava status sum strandaland, tá tað ræður um makrelin, og vil vera partur av einari komandi strandalandasemju um makrel, fer danska stjórnin at stuðla ynskinum og veita praktiskan stuðul í tann mun tað er relevant, svarar danski føðslumálaráðharrin. ES heldur, at kvotan í royndarfiskiskapinum eftir makreli í grønlendskum sjógvi er alt ov høg. 100.000 tons er munandi hægri, enn tað, ið ES heldur vera royndarfiskiskap, og ES heldur ikki, at tað ber til at rættvísgera kvotuna við at vísa til vísundalig atlit, kemur fram í svarinum frá danska føðslumálaráðharranum Russland var til staðar á Krim við herfólki, undan fólkaatkvøðuni og meðan fólkaatkvøðan var. Tað viðgekk russiski forsetin Vladimir Putin í dag, sambært NRK. Putin viðgekk hetta, tá hann svarði innsendum spurningum undir árliga spyr og svara sjónvarpssending sínari í russiskum sjónvarpi fyrrapartin. Russkiskir mynduleikar hava annars áður víst aftur, at russiskar deildir vóru á Krim hálvoynni, áðrenn Krim varð innlimað í Rusland í mars í ár. Russiski forsetin vísur heldur ikki aftur, at Rusland fer at senda deildir inn í eystara part av Ukraina, nú Ukraina sjálv hevur valt at senda deildir hagar, skrivar DR. Londini í NEAFC, sum umsitur fiskapin í altjóða sjógvi í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum, eru samd um, at mest loyvda veiðan av kongafiski í ár er 19.500 tons. Kvotan er ikki býtt millum londini, men er felags fyri skip úr Føroyum, Grønlandi, ES, Íslandi, Noregi og Russlandi. Føroysk skip, sum eftir 2006 hava verið í beinleiðis fiskiskapi eftir kongafiski í NEAFC skipanarøkinum, tað er í altjóða sjógvi í Norðurhøvum ella í Irmingerhavinum, kunnu fáa loyvi at fiska kongafisk í altjóða sjógvi norðanfyri í ár. Í seinna hálvleiki var tó umvent, og tað var um reppi,at VÍF fekk Kyndil aftur, tí tá 20 minuttir vóru spældir kom VÍF upp á 13 14. Hóast Kyndil bara skoraði tvey mál fyrstu 20 minuttirnar í seinna hálvleiki eitt brotskast , megnaðu tær tó at svara aftur og at halda fast um leiðsluna. Eg var glaður fyri málið, og eg veit ikki, hvar heilin var, tá eg hoyrdi rópini frá okkara áskoðarum, og eg visti, at hann var í málinum , segði Áki við útvarpið Leygardagin spæla vit allan dystin soleiðis sum vit byrjaðu hendan dystin, og tað verður nokk til at tryggja okkum FM, segði Áki Egilnes við útvarpið. Í røðini verða styttri og longri brot úr føroysku uppsjóvarvinnuni lýst heilt frá byrjanini fyrst í fimti árunum og heilt fram til dagin í dag. Við livandi frásøgnum, hendingum, gomlum filmsbrotum, myndum og eini rúgvu av góðum filmsupptøkum seinastu 15 20 árini. Vit eru við úti á fiskifeltinum, har flestu samrøðurnar verða gjørdar. Í 3. parti eru vit norðan fyri Føroyar, í norskum og íslendskum sjógvi á silda og lodnuveiðu við Krúnborg 2001. Ejler Jacobsen sáli, sigur frá sínari spennandi og slógbrótandi tíð í uppisjóvarvinnuni. Beinta H. Jacobsen sigur frá hvussu tað var at vera skipara og reiðarakona. Vit møta Tummas Thomsen úr Gøtu, sum byrjaði síðst í 60 unum í uppsjóvarvinnuni. Hann fór longu tá, at fylgja hesu vinnu við filmstólinum. Henrik Old sigur frá, tá hann byrjaði í hesu vinnu í 1967 og hansara 35 árum á sjónum, tey flestu sum skipari. Lagt til rættis Zacharias Hammer. Heilsufrøðiliga Starvsstovan skrivar á heimasíðuni, at tey hava fingið ein pakka av hveitimjøli, har larvur eru í. Mjølið, sum her er talan um, hevur seinasta haldførisdag 3. desember 2014. Formaðurin fyri bólkin, sum nevnist Sjálvstøðugir Evropearar, Benedikt Jóhannesson, sigur, at skipað verður fyri almennum fundum at kjakast um at stovna nýggja flokkin. Sambært nýggjastu veljarakanningini hjá Capacent Gallup, hevði ein mið høgri ES vinarligasinnaður flokkur fingið 21,5 prosent av atkvøðunum, um val hevði verið í dag. Hann sigur, at hann hevur sjálvur ikki tikið støðu, um hann skal stilla upp, men hann leggur dent á, at tað snýr seg ikki um einstakar persónar, men um mál. Í mun til nógvar aðrar flokkar, vilja vit ikki byggja flokkin á ávísar persónar, men heldur á mál og spurningar, sigur Benedikt Jóhannesson, formaður í bólkinum. Flokkurin stuðlar fría initiativinum og fríu marknaðarkreftunum. Hægsta fjall í heiminum, Mount everest, er í morgun rakt av ringastu vanlukkuni í søguni. 12 fjallaklintrarar eru deyðir eftir eitt skalvalop. Fólkini, sum doyðu, eru teir sonevndu sherpa irnir tað eru lokal fólk, sum gera ruturnar niðan á Mount Everest og sum hjálpa ferðafólki niðan á Mount Everest. Aqqaluaq B. Egede ætlar sær at leggja dent á at fáa fólk á bygdunum og í útjaðaranum í Grønlandi meira við í politiska arbeiðið í flokkinum. Hann ætlar sær eisini at bøta um livikorini hjá teimum, sum eru illa fyri fíggjarliga. Sara Olsvig boðaði herfyri frá, at hon stillar upp til formansvalið í IA. Hon sigur, at verður hon vald, fer hon úr fólkatings sessinum. Hvørjar eru orsøkirnar til Fyrra heimsbardaga og hvussu umfatandi var hann Hesar spurningar viðgera og umrøða vit saman við Hans Andrias Sølvará, ið er lektari í søgu á Søgu og Samfelagsdeildini á Fródskaparsetri Føroya. Hóast Vinnumálaráðið seinastu árini hevur veitt fleiri tænastur út til privat at reka, eru ongar eftirmetingar gjørdar av, hvussu hendan útveitingin hevur riggað. Í øllum førum fyriliggja ongar skrivligar eftirmetingar um útveitingina. Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Jóhan Dahl, boðaði herfyri frá, at hann fer at slóða fyri, at fleiri tænastur hjá Strandferðsluni skulu veitast út til privat at reka. Hann hevur lagt eitt uppskot fyri løgtingið, sum skulu gera tað møguligt at útveita Strandferðsluna. Hetta uppskotið liggur í løtuni í Vinnunevndini. Tá ein tænasta verður útveitt, merkir tað, at tað almenna rindar privatum fyritøkum eina ávísa upphædd fyri at røkja eina ávísa uppgávu. Men Vinnumálaráðið hevur eftir øllum at døma onga hóming av, hvussu tað hevur lukkast at útveita tænastur higartil. Tí ongar eftirmetingar eru gjørdar, sum siga nakað um, hvørt tænasturnar eru vorðnar bíligari, betri og so framvegis. Kringvarpið hevur spurt Vinnumálaráðið, hvørjar eftirmetingar eru gjørdar av royndunum, sum higartil eru gjørdar við útveiting og privatisering av tænastum innan samferðslu. Til dømis Farmaleiðir, Bygdaleiðir, Mykinesleiðin og tyrluflúgvingin til útoyggjar. Vit vildu vita, hvat eftirmetingarnar hava víst, og um tænasturnar eru vorðnar bíligari at reka. Men í Vinnumálaráðnum hava tey ongar eftirmetingar av útveitingini. Í øllum førum er svarið upp á fyrispurningin, at Vinnumálaráðið hevur onki skrivligt tilfar um eftirmetingar . Sostatt hevur løgtingið ongar eftirmetingar at stuðla seg til, tá tað í næstum skal taka støðu til, um tænasturnar hjá Strandferðsluni skulu útveitast. Neyðugt varð at stongja vegin niðan móti tunnilsmunnanum, Kollafjarðar megin, meðan sløkkiliðið skar bilarnar sundur, so at fólkini í bilunum komu so trygt sum møguligt úr bilunum. Fýra fólk eru flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar. Enn er ikki greitt, hvussu um talan er um álvarsligan skaða, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn. Fólkini, sum doyðu, eru sonevndir sherpa irnir tað eru lokal fólk, sum gera ruturnar niðan á Mount Everest og sum hjálpa ferðafólki niðan á Mount Everest. Sektin fyri ikki at lata inn sjálvuppgávu stundisliga er í minsta lagi 1.000 krónur. TAKS hevur eisini heimild sjálvt at gera eina meting av inntøkuni, um sjálvuppgávan ikki verður innlatin. Næstsíðsta umfar er í dag, og kappingin endar í morgin. Tá møtast oddafiskarnir í kappingini, Høgni Egilstoft Nielsen og Martin Poulsen, men avgerðin um meistaraheitið kann fella longu í dag. Neyðugt varð at stongja vegin niðan móti tunnilsmunnanum, Kollafjarðar megin, meðan sløkkiliðið klipti bilarnar sundur, so at fólkini í bilunum komu so trygt sum møguligt úr bilunum. Fýra fólk eru flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar. Enn er ikki greitt, hvussu um talan er um álvarsligan skaða, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn. Tað vóru Reimund Langgaard, Bill Justinussen, Jóen Magnus Rasmussen, Jákup Mikkelsen og Hanus Samró úr samgonguni, sum atkvøddu málið aftur í nevnd. Í Sambandsflokkinum tykist undirtøka nú verða fyri uppskotinum hjá formanninum Kaj Leo Holm Johannesen, men enn eru ivasamar røddir í Fólkaflokkinum. Reimund Langgaard úr Sambandsflokkinum skrivaði ikki undir álitið frá Rættarnevndini eftir fyrstu viðger. Hann fekk ikki undirtøku fyri sínum sjónarmiðum har. Heldur enn at skriva sítt egna minnilutaálit, sendi hann partamannin Helga Abrahamsen inn í nevndina, so samgonguliminir í Rættarnevndini vóru samdir um álitið. Løgmaður var ikki blíður við Reimund Langgaard, tá hann atkvøddið uppskotið aftur í nevnd. Men tá Rættarnevndin kemur við enn einum áliti eftir páskir, fer Reimund Langgaard at skriva undir. Forkvinnan í Rættarnevndini, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir úr Fólkaflokkinum, hevur roynt at fingið undirtøku fyri uppskotinum. Løgmaður og embætisfólk vóru í rættarnevndini fríggjadagin, har Hanus Samró var til staðar sum eygleiðari. Hann sigur seg als ikki vera sannførdan, og hann ivast enn stórliga í, um hann fer at taka undir við uppskotinum, tá tað kemur til atkvøðugreiðslu. Tingmaðurin fyri Fólkaflokkin er ein av fleiri samgongutinglimum, sum fyrr hava verið misnøgd við eitt lógaruppskot, men tá avtornaði hevur hann atkvøtt fyri kortini. Hann veit enn ikki, hvussu hann fer at atkvøða, hann tekur helst støðu í tingsalinum, men hann mælir í øllum førum til broytingar. Skjóttgangandi báturin Scorpion fer at fylgja teimum einar 80 fjórðingar av ferðini. Scorpion verður við fyri at bøta um trygdina, men eisini skal skjóti báturin frakta bensin til vatnskutararnar. Væntandi fer tað at taka einar seks tímar at sigla teinin úr Suðuroynni til Hetlands. Silgt verður av Vági, men enn er ikki greitt, hvat klokkan lagt verður frá landi. Maðurin, sum nú er í varðhaldi, hevur serliga brúkt falsaðar 1000 krónuseðlar á matstovum. Løgreglan heitir av somu orsøk á handilsfólk um at vera ansin, tá tey taka ímóti pengum, tí falsaðir pengaseðlar eru enn í umferð í Grønlandi. Løgreglan sigur í fráboðan, at tað kann vera torført at skyna mun á følsku pengaseðlunum og teimum veruligu. Tað er enn ikki greitt, hvussu nógvar pengar, talan er um. Talvkappingin, sum hevur verið um páskirnar, endar í dag. Høgni hevur eitt talv eftir at leika, men líkamikið hvat úrslitið verður í hesum talvi, er Høgni Egilstoft Nielsen so mikið greitt á odda í stigum, at hann longu nú er føroyameistari. Tjóðartingið í Uganda samtykti tann 20. desember í fjør eina lóg, sum hevur við sær, at samkynd kunnu verða revsað við lívlangari fongsulsrevsing. Nýggja lógin bannar eisini teimum, sum stuðla ella eggja til homoseksualitet. 24 ára gamli Kim Mukisa er ákærdur fyri at vera samkyndur, og 19 ára gamli Jackson Mukasa er ákærdur fyri at vita um aðrar samkyndar persónar, uttan at boða ákæruvaldinum frá. Síðan lógarsamtyktina hava fleiri veitingarlond tikið sín stuðul til Uganda aftur. Danmark stuðlaði stjórnini har við 47 milliónum krónum, men hava nú flutt upphæddina til politisk mótstøðufólk, sum stuðla teimum samkyndu. Eftirspurningurin er størri enn tað, sum Bakkafrost kann nøkta. Árni G. Olsen, marknaðarleiðari á Bakkafrosti, sigur, at tey eru nøgd við støðuna, men marknaðarleiðarin heldur tó, at tað er gjørligt at fáa enn betri prís fyri vøruna. Tað sigur Bárður Nielsen, formaður í fíggjarnevndini, sum í næstu viku fer at viðgera uppskotið hjá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um játtanarkarmar næstu árini. Flaggdagin 25. apríl verður nýggja føroyakortið sett til sølu í bókahandlum úti um landið. Kortið kann tá keypast fyri 375 krónur. Sára Jógvansdóttir skiftir orð við Eivind Weyhe, ið er formaður í Staðarnavnanevndini. Sum úrslitið sigur, vóru tað verjurnar og málverjarnar sum stóðu fyri tí mesta, tí so fá mál eru ongantíð skotin í kvinnukappingini í ár. Seinna finalan hjá monnum varð avgjørd í seinasta kastinum í dystinum tá vestminingurin, Magnus M ller, skoraði uppá brotskast fyri KÍF. Dysturin endaði 27 26 til KÍF. Hálvleiksstøðan var 16 13 til KÍF. Sambært AFP er talan um tríggjar russiskt vinarligar stríðsmenn og eitt av fólkunum, ið lupu á teir. Hvørjir áleypararnir vóru er enn ikki greitt. Enska blaðið The Guardian skrivar, at talið á deyðum sambært almennu russisku tíðindarásina Rossiya 24 er komið upp á fimm, tí ein álopsmaður afturat hevur latið lív. Samanbresturin fór fram við eina veggyrðing í einum býi beint eystan fyri Slavjansk, ið russisk uppreistrarfólk hava tamarhald á. Vinnutíttleiki er arbeiðsfjøldin. Tað vil siga, tey ið eru virkin ella tøk á arbeiðsmarknaðinum í prosentum av øllum fólkatalinum í vinnuførum aldri. Í manntalið vóru hetta fólk millum 15 og 75 ár. Føroyar og Ísland skilja seg burturúr við at liggja hægri enn hini londini í flestu aldursbólkunum. Serliga skilja vit okkum út við at hava hægri vinnutíttleika hjá teim yngstu og serstakliga hjá teim elstu. Amerikanararnir løgdu frá landið í Vági stutt eftir døgurða í gjár, men tveir tímar aftaná at teir løgdu frá landið, vóru teir aftur á keiini í Vági. Veðrið var ov vánaligt til at teir kundu halda áfram til Hetlands, áðrenn myrkur kom á teir. Ferðin hjá teimum fimm ævintýrarunum á vatnskutara fevnir um Føroyar, Hetland, Skotland, London og eftir evropeisku áunum til Kypros, har teir skulu verða komnir fram 16. juni. Men veðrið er ov ringt á okkara leiðum til at sigla til Hetlands fyrstu vikuna, og tí fara amerikanararnir helst við Norrønu til Danmarkar, og sigla so frá Hirtshals til London í staðin. Teir hava siglt við vatnskootara framvið suðurlandinum í Íslandi til Hornafjørðin. Ætlanin var at sigla við vatn skootara til Føroyar, men veðrið var ikki til vildar, tí komu teir við Norrønu. Hetta er 4. árið á rað, at teir eru á vatn skootarum á ferð kring Heimin. Undanfarin ár hava teir siglt runt Alaska, tvørturum Beringshavið til Russlands, og hava enntá siglt ein part av norður vestur passaguni, norðanfyri Kanada, men har rendu teir seg fastar í ís, og máttu bjargast av kanadisku sjóverjuni. Ferðirnar hjá teimum eru eisini ein sjónvarpsrøð, sokallað reality sjónvarp, undir heitinum Dangerous Waters, skrivar sudurras.fo. Løgreglan í Keypmannahavn fer nú at taka veggyrðingar í miðbýnum niður aftur, sum vórðu settar upp í gjárkvøldið, tí illgruni var um, at ein bumba var í einum parkeraðum bili í Tietgensgade beint við Tivoli. Eigarin av bilinum hevur sjálvur vent sær til okkara. Hann sigur, at talan er um útvarps og tónleikaútgerð, ið hann hevur í bilinum, sigur vakthavandi hjá Løgregluni í Keypmannahavn. Bileigarin hevur ikki sjálvur parkerað bilin. Tað hevur onkur annar í familjuni hjá honum gjørt. Men hann verður skuldsettur fyri fleiri lógarbrot, tí tað er ikki loyvt at fara frá einum bili á hendan hátt, sigur vakthavandi. Løgreglan fekk illgruna til bilin, tí eitt úr var inni í honum, sum var bundið í okkurt, ið líktist einum niðurteljara, og leidningar hingu eisini út úr bilinum. Stórir partar av miðbýnum, harímillum eisini Høvuðsbanagarðurin, vórðu avbyrgd, og øll fólk vóru fingin út úr Tivoli. Talan var um umleið 4000 vitjandi og starvsfólk, ið vórðu fingin út úr Tivoli. Bumbutænastan hjá donsku verjuni varð eisini tilkallað, men hon hevur nú pakkað saman aftur. Stríðið sum nú er í Ukraina byrjaði við einari ósemju um, hvørt Ukraina skuldi taka undir við einari handilsavtalu við ES ella ikki. Ukrainsk uppreistrarfólk, sum tóku undir við avtaluni, tóku valdið í landinum. Tað sum birti uppundir fólkaatkvøðuni á Krim hálvoynni og uppreistrinum í eystara partinum av landinum var, at fyrbilsstjórnin í Kiev setti bann fyri at nýta russikst mál. Millum annað var russiska sjónvarpið bannað, og russiskir politikarar á Krim hálvoynni kroystir úr sessunum og fyribilsstjórnin í Kiev loyvdi víðgongdum tjóðskaparsinnaðum fólki framat valdinum, sigur Irina Zhilina. Irina vísur á, at 60 prosent af fólkunum, ið búgva á Krim, tosa russiskt, og umleið 80 prosent ella tvær milliónir luttóku í fólkaatkvøðuni á Krim um loysing frá Ukraina. Tá sovjetsamveldið datt sundur í 90 unum, ynsktu russiskt sinnað fólk í Ukraina at hoyra til Russlands, men tá var Rusland ikki nóg væl fyri politiskt og fíggjarliga til at krevja tað, sigur hon. Hóast nógvar atfinningar ímóti fólkaatkvøðuni, heldur Irina, at tølini eru álítandi. Hon vísur á, at fleiri onnur lond hava tikið loysing uttan fólkaatkvøðu, millum annað Kosovo. Hon sigur, at fleiri ikki halda, at støðan í gamla Jugoslavia kann samanberast við støðuna í Ukraina, tí tá varð talan um fólkamorð. Men Irinia setur spurnartekin við, um kríggj skal valda og fólk lata lív, áðrenn russiskt sinnaði minnilutin í Ukraina fær møguleikan at atkvøða um loysing. Irina Zhilina starvast á Strategic Environmental Impact Assessment of development of the Arctic, á Arctic Centre í Rovaniemi, í Finnlandi. Hon er útbúgvin innan altjóða viðurskifti á Murmansk State Technical University í Russlandi og hevur eina kandidatútbúgving í pólrætti polar law frá Lærda háskulanum á Akureyri í Íslandi. Sunnleif Rasmussen hevur ikki góðar vónir um, at nýggjur musikkskúli verður bygdur í Havn í bræði. Í nógv ár hevur verið arbeitt við ætlanum um at byggja musikkskúla á fleiri ymiskum støðum í høvuðsstaðnum, men allar ætlanir eru dotnar niðurfyri. Nú er vandi fyri, at seinasta ætlanin at byggja musikkskúla í Sortudýki eisini verður slept, tí skúlin verður ov dýrur. Kostnaðurin at byggja musikskúlan verður øktur úr 41,8 miljónum upp í 70 miljónir, um hann skal byggjast í Sortudýki. Tað er ov dýrt, heldur borgarstjórin í Havn, sum í staðin heldur tað vera upplagt at knýta skúlan upp í Kommunuskúlan í miðbýnum. Sunnleif Rasmussen ivast í, um býráðið veruliga hevur ætlanir um at byggja nýggjan musikkskúla. Borgarstjórin fer at kalla býráðið saman eftir páskir fyri at hoyra, hvørja støðu býráðslimir hava til, um skúlin skal byggjast, og hvar hann skal vera. Tróndur Patursson fekk Mentanarvirðisløn Landsins árið 2013. Hann gekk á sínum fyrsta listarskeiði hjá so mætum monnum sum Ingálvi av Reyni, Janusi Kamban og Jack Kampmann longu í 1958. Tróndur varð borin í heim á Kirkjubøgarði sum tvíburi tilstundandi bóndans Páll. Hann vaks upp á søguliga bispasetrinum við bóndaarbeiði, báti, rossum og fuglaveiðu í Trøllhøvda. Tróndur hevur altíð verið drigin at náttúruni, í bønum og haganum, í bjargalendi og á sjónum. Honum dámdi at skoða brim í Kirkjubø og úti á Bø og droymdi um at ferðast um høv sum fuglurin. Vaktarmenn, kardinalar og 150.000 áhoyrarar vórðu savnaði til messuna páskadag, har pávin eisini vælsignaði øll heimsins fólkasløg. Í røðu síni heitti tann argentinski pávin á altjóða samfelagið um at forða fyri harðskapi í Ukraina. Vit biðja tykkum um at upplýsa og geva íblástur til átøk, ið kunnu fáa frið í lag í Ukraina, segði pávin av balkongini á Pæturstorginum. Hann nevndi eisini ringu støðuna í Sýrialandi og í Miðeystri. Tað sigur Dan Jørgensen, matvøruministari, í svari til Saru Olsvig, sum hevur spurt um, hvørja støðu Grønland hevur í mun til avtaluna sum Føroyar, Norra og ES hava gjørt um makrelin. Dan Jørgensen sigur, at Danmark er ikki partur av samráðingunum, men vil stuðla Grønlandi, um Grønland ynskir at gerast strandaland og samráðast um makrelveiðu. Eik grunnurin samtykti at læna slakar 920 milliónir krónur uttan at hava heimild til tess, og keypti eisini tvey lán, tilsamans 55 milliónir krónur, eisini uttan heimild. Tað er ein niðurstøðan í frágreiðingini hjá Eyðfinni Jacobsen, advokati, sum granskaði kollsiglda Eik Grunnin fyri Skráseting Føroya. Nógv tað størsta lánið, 100 milliónir evrur, 750 milliónir krónur, samtykti nevndin í Eik Grunninum tann 26.mai í 2008. Nevndin samtykti at heimila stjórnini at læna pengarnar. Lánið varð latið tveimum íslendskum kundum at keypa partabrøv fyri í Kaupthing banka. Av tí at Eik Grunnurin ikki hevði nakra stjórn, gangi eg út frá, skrivar Eyðfinnur Jacobsen, at talan hevur verið um at heimila stjórnini í Eik Banka at veita og avgreiða lánini. Grunnurin hevði ikki sum endamál at reka paningastovnsvirksemi. Avgerðin um at lata íslendsku kundunum lán á tilsamans 100 milliónir evrur, svarandi til umleið 750 milliónir krónur, var tí brot á viðtøkur grunsins og við hesum ikki lóglig, er niðurstøðan hjá Eyðfinni Jacobsen. Niðurstøðan er tann sama um fýra onnur lán, sum nevndin í Eik Grunninum samtykti at lata. Lánini vóru ávikavist 40, 27 og 25 milliónir krónur og 10 milliónir evrur, 75 milliónir krónur. Í 2008 samtykti nevndin í Eik Grunninum eisini at keypa tvey lán frá Eik Banka, annað var 25 milliónir krónur og hitt 30 milliónir. Men, sigur Eyðfinnur Jacobsen eisini, at av tí at talan er um skerda gransking, tí fígging er ikki til meira, hevur ikki verið møguligt at kannað nærri, um avgerðin hevur elvt til tap hjá grunninum. Tann, sum fekk niðurstøðurnar hjá Eyðfinni Jacobsen til hoyringar, navnið er strikað út í innlitinum, Útvarpið hevur fingið, er ikki samdur við granskaran. Nevndin í Eik Grunninum hevði heimild at samtykkja at veita lán, stendur í hoyringarskrivinum. Mikudagin fer løgtingið at viðgera uppskotið hjá Johan Dahl, landsstýrismanni, um at broyta lógina um Barsilsskipanina, so lógin svarar til mannagongdina, sum tey, sum umsita Barsilsskipanina, brúka, tá tey rokna út, hvussu nógv fólk eiga at fáa, tá tey fara í barsilsfarloyvi í styttri tíð enn ein mánað. Ein maður, sum fór í barsilsfarloyvi í ein hálvan mánað í fjør summar, kærdi, tí hann metti seg at hava fingið 4.404 krónur ov lítið frá Barsilsskipanini. Tá fólk fara í barsilsfarloyvi styttri enn ein mánað, brúkar Barsilsskipanin 25.000 krónur sum hámark og ikki miðal A inntøkuna seinastu 12 mánaðirnar. Maðurin, sum kærdi, fekk 11.290 krónur frá Barsilsskipanini. Men hann metti seg at eiga 15.694 krónur Og tað átti hann eisini, segði Kærunevndin. Avgerðin hjá Kærunevndini er endalig í fyrisitingini. Freistin at kæra avgerðir hjá Barsilsskipanini er fýra vikur. Spurningurin er so, um tey, sum ikki hava kært, áðrenn fýra vikur vóru farnar, nú kunnu seta krav móti Barsilsskipanini við tí sjónarmiði, at vanliga fimm ára fyrningarfreistin er galdandi. Íslendsku skipini, sum hava bíðað í føroyskum havnum eftir svartkjaftinum, tí tey sleppa ikki at fiska svartkjaft í ES sjógvi, hava nú góðan fiskiskap. Skipini lógu upp í fimm dagar antin á Tvøroyri ella í Havn og bíðaðu eftir svartkjaftinum, men mánadagin fóru tey út, tí tá var svartkjafturin komin í føroyskan sjógv. Høgni Tausen, eigari av grótvirkinum í Skopun, sigur, at skotar eru sera áhugaðir í at keypa føroyskt grót, millum annað til gravsteinar og til kantsteinar, sum teir ætla at selja víðari til Belgia. Men áðrenn grótvirkið kann selja til útlandið, má ein góðkenning til. ÍF spælir í Fuglafirði ímóti B36, á Toftum spæla B68 og AB, í Gundadali tekur HB ímóti Víkingi, og við Margáir spæla EB Streymur og NSÍ. Fimti dysturin hetta umfarið er í Djúpu Mýri har KÍ og Skála spæla. Útvarpið sigur beinleiðis frá dystinum í Gundadali millum HB og Víking, og fylgt verður eisini við hinum dystunum í sendingini Bólturin , sum byrjar klokkan 15 í morgin. Í hesum parti eru vit í árunum frá 1970 og fram til kreppuna í nítiárunum. Sámal Jacobsen,bróðir Eiler Jacobsen sál, greiðir frá síni spenndi tí á sjónum. Við í stovuni hjá Sámal hevur hann tveir av monnunum, sum hava verið við honum í 35 ár. Teir vita frá nógvum at siga og fleiri spennandi søgum. Vit hitta eisini Levi Joensen fyrrv. skipara og sjómanstrúboðara. Ein sending við nógvum siðsøguligum tilfari í myndum og frásøgn. Lagt til rættis Zacharias Hammer Roknað verður við, at áleið hálv millión áskoðarar fara at stuðla rennarunum á teininum. Startskotið ljóðar klokkan trý korter til eitt okkara tíð. Dystirnir verða hesir. Í F spælir í Fuglafirði ímóti B36, á Toftum spæla B68 og AB, í Gundadali tekur HB ímóti Víkingi, og við Margáir spæla EB Streymur og NSÍ. Fimti dysturin hetta umfarið er í Klaksvík har KÍ og Skála spæla. Útvarpið sigur beinleiðis frá dystinum í Gundadali millum HB og Víking, og fylgt verður eisini við hinum dystunum í sendingini Bólturin , sum byrjar klokkan 15. Vørn hevur meldað Anitu fyri ólógliga fiskiveiðu, tí reglugerðin ásetur, at gørnini skulu dragast í seinasta lagi 72 tímar eftir at tey eru sett. Og áhugin millum føroyingar at bjóða einum góðum vini í biograf er ikki stórur, tí flest øll hava tikið av avbjóðingini og lagt film av sær sjálvum á Facebook, meðan tey leypa á bláman. Nú eru sjálvt borgarstjórarnir í størstu kommunum í landinum komnir upp í spælið. Men hetta kann send eitt keðiligt signal, halda miðlafrøðingar Hesin partur er millum annað um, tá tiltikni skipapakkin hjá Atla Dam, sála, kemur og hópin av dýrum, stórum og nýmótans skipum verða smíðað ikki minst til uppisjóvarvinnuna. Vit eru úti á fiskifeltinum við Finnur Fría í august 2013 við Arna Hansen sum skipara. Hann greiðir frá, hvussu fiskurin ferðast og søgulig rætt føroyinga. Hann saman við Tummas Thomsen og 14 øðrum vóru parteigarar á fyrsta Tróndur í Gøtu. Hann kom í 1987 sum partur av skipapakkanum. Longu í 1990 vóru teir við at missa alt bæði skip og hús. Stutt áðrenn Atli Dam, sáli doyði, hevði Zacharias Hammer eina langa samrøðu við Atla, um tiltikna skipapakkan. Skipapakkin legði lunnar undir stóru og góðu uppisjóvarskipini vit hava í dag. Nøkur søgulig og rørandi brót við Atla, sum ongantíð eru víst fyrr. Vit vitja eisini Vónina í Fuglafirði og hoyra um trol og nótaframleisluna síðani 1971. Lagt til rættis Zacharias Hammer 6 Umfar í Effo deildini er av, og nú er eitt nýtt oddalið at síggja á stigatalvuni, og liðið á aftasta plássi er eisini skift út. B68 hevur við sigrinum í dag flutt seg burtur av aftasta plássi. Og javnleikurin í Gundadali hjá HB gjørdi at B36 nú er einsamalt oddalið. Úrslitini í 6.umfari HB Víkingur 2 2 1 0 Kristin R.Mouritsen 45 min 2 0 Ren Shaki Joensen 54 min, 2 1 Finnur Justinussen 66, 2 2 Finnur Justinussen 76 min. ÍF B36 2 5 0 1 Róaldur Jakobsen 7 min, 0 2 Róaldur Jakobsen 10 min, 0 3 Jákup á Borg 35 min, 0 4 Rasmus D. Sørensen 53 min, 1 4 Bartal Eliasen 60 min, 2 4 Kristoffur Jakobsen 64 min, 2 5 Adeshina Lawal 92 min B68 AB 3 2 1 0 Jóhan Dávur Højgaard 50 min, 2 0 Óli Olsen 79 min, 1 2 Sorin Anghel 88 min, 3 1 Andrias á Líknargøtu 91 min, 3 2 Sorin Anghel 94 min. 1 B36 14 stig 2 HB 12 stig 3 KÍ 12 stig 4 NSÍ 10 stig 5 EB ST 9 stig 6 ÍF 9 stig 7 Víkingur 6 stig 8 B68 4 stig 9 AB 4 stig 10 Skála 2 stig Tjóðveldi og Framsókn hava víst á, at tað er alneyðugt at yvirtaka útlendingamál, tí støðan nú er ein frumskógarkend fyrisiting, har føroyskir og danskir myndugleikar saman við donsku løgregluni í Føroyum eru uppi í málsviðgerðini. Tað hevur elvt til, at fólk hava bíðað mánaðir og ár eftir svari, hóast viðurskiftini eru í lagi. Samgongan tekur í høvuðsheitum undir við uppskotinum, men fer heldur ikki hesaferð at taka undir við einum andstøðuuppskotinum. Hóast Jákup Mikkelsen ótolnast, so mælir hann til at bíða eftir uppskotinum frá løgmanni, sum skal koma í heyst. Hvat er tað sum ger, at eitt barn bítur, og hvat kann man sum foreldur gera fyri at steðga hesum. Annar sonur mín, sum er tvey ára gamal, bítur illa heima, og tað er fyri tað mesta beiggjan, sum er trý ára gamal, sum hann býtur. Mín spurningur er so, nær byrjar hann so at bíta børnini sum hann er í pleygu saman við, og tað vil eg ikki. Onkur hevur sagt við meg, at eg skal bíta aftur, men tað havi eg slett ikki hug til at gera, tað má vera onkur onnur loysn uppá trupulleikan. Beinta Dalbø, námsfrøðingur svarar spurninginum Morgunblaðið sigur seg tó vita, at kvotan verður 147.000 tons. Tað eru 16,5 prosent av teimum 890.000 tonsunum, sum ICES heldur vera ráðiligt at fiska í ár. Ísland er ikki við í fimm ára semjuni, sum hini strandarlondini, teirra millum Føroyar, gjørdu. Men í fjør heyst samdust Ísland og ES um, at íslendski parturin av heildarkvotuni skuldi vera 11,9 prosent. Hósdagin og fríggjadagin verður skipað fyri vinnudøgum í Eysturkommunu. Fyrri dagurin, sum hevur fingið heitið Vinnustimbran hevur til endamáls at stimbra menning av nýskapandi vørum, tænastum og verkætlanum og luttakarar fara at arbeiða við ítøkiligum ætlanum fyri at fáa teirra hugskot út á marknaðin. Í útvarpsstovuni í morgun var Brandur Jacobsen, sum er limur í vinnunevndini í Eysturkommunu. Løgmaður skal hitta Alex Salmond, fyrstaráðharra Skotlands, og Alistair Carmichel, sum er ráðharri hjá bretsku stjórnini í skotskum viðurskiftum. Á fundunum verða eitt nú oljuvinna, útbúgving og fiskivinna umrøddar. Eisini fara Alex Salmond og Alistair Carmichael hvør í sínum lagi at kunna um skotsku sjálvstýristilgongdina. Á ferðini í Stórabretlandi hittir løgmaður eisini aðalskrivaran í NASCO, felagsskapinum, sum verjir laks í Norðuratlantshavinum, formannin í føroysku tingnevndini í bretska tinginum og umboð fyri stjórnina í Hetlandi. Nú fara tingfólk aftur at viðgera avlurtingarpakkan. Rættarnevndin hevur fund í morgin. Tá er Jógvan Páll Lassen, advokatur, biðin um at koma fund. Forkvinnan í Rættarnevndini, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, hevur sagt, at ætlanin er at koma við einum áliti sum skjótast, helst í hesari vikuni. Men tað verður sum skilst ikki lætt. Enn eru fleiri ivingarsamar røddir í Fólkaflokkinum, sum mæla til at taka loggingina burturúr og útseta málið til í heyst. Avlurtingarpakkin, sum er eitt ríkislógartilmæli, varð samtyktur eftir aðru viðgerð í tinginum. Men tá triðja viðgerð var liðug, skeyt Páll á Reynatúgvu í Tjóðveldi upp at beina málið aftur í nevnd. Fimm samgongutinglimir tóku undir við tí. Morgunsendingin skiftir orð við Steven Moll. Eisini hitta vit Eyðun Berg, stjóra á Cost Zone, sum hevur tætt samband við amerikumenninar, nú teir eru í Føroyum. Men reiðaríið hevði bara Anitu til at draga gørnini. Og Anita fekk siglingarbann frá Sjóvinnustýrinum, tá skipið kom í føroyska havn 23.februar. Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sum hevur svarað einum fyrispurningi frá Gunnvør Balle, løgtingskvinnu. Jacob Vestergaard sigur eisini, at Fiskiveiðieftirlitið metti seg ikki hava heimild til at útvega annað skip ella lata eitt av sínum egnu skipum draga gørnini hjá Anitu og senda reiðaranum rokning fyri tað. Fiskiveiðieftirlitið kundi havt drigið gørnini fyri egnu rokning, men tað loyvir fíggjarkarmurin hjá stovninum ikki. Harafturat eru hvørki Brimil ella Tjaldrið egnað til at draga gørn, reiðskapurin hevði farið illa, og fiskurin hevði farið fyri borð, sigur landsstýrismaðurin. Fiskimálaráðið fekk 4.mars í fjør eitt bræv frá Føroya Fiskimannafelag, sum boðaði frá l ógarbroti, bæði viðvíkjandi manningarviðurskiftunum á Anitu, og at Anita hevði landað í Miðvági, har sum eingin innvigingarskipan er. Fiskimálaráðið sendi skrivið til Fiskiveiðieftirlitið, sum svaraði Fiskimannafelagnum 6.mars í fjør, at Anita hevur góðkenda innvigingarskipan. Fiskinum nýtist tí ikki at fara um aðra innvigingarskipan, tá hann kemur í land. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, heldur ikki, at tað er í lagi, at myndugleikin onga heimild hevur til at lata gørnini draga fyri eigarans rokning. Tosað verður um størstu konsertferðina hjá Hamferð higartil, umstøðurnar hjá bólkinum, royndirnar at tryggja sær støðugar inntøkur, konsertir í Føroyum og mangt annað. Avlurtingarpakkin áleggur fjarskiftisveitarunum í Føroyum at hava tøkniliga útgerð og skipanir, so løgreglan kann gera inntriv í fráboðanarskylduna. Sambært føroysku persónsupplýsingarlógini er dátuábyrgdari ein almennur myndugleiki, sum ásetir endamálið við viðgerðini, og hvørji hjálparamboð kunnu brúkast. Dátueftirlitið heldur, at lógaruppskotið elvir til tann trupulleika, at tað verður torført at staðfesta, um tað er tann fyri ríkismyndugleikarnar galdandi lóggáva ella føroyska persónsupplýsingarlógin, sum skal galda. Og tá, um føroyska ella danska Dátueftirlitið er eftirlitsmyndugleiki. Í døgunum 22 24 apríl er ein vinar mini kapping í Føroyum. UEFA skipar fyri kappingini, sum ikki bert er í Føroyum, men í kappingini sum FSF skipar fyri luttaka Føroyar,Skotland og Ísland. Á pappírinum var mótstøðan góð Eg veit at A l andsliðið hjá íslandi er sera gott, so tí vistu vit at mótstøðan fór at vera góð. Men vit vóru eitt sindur ovfarnar av at vit høvdu bóltin so nógv. Til tíðir var gott spæl at síggja, segði Katrina Akursmørk liðskipari hjá føroyska landsliðnum. Hon var nøgd við úrslitið, men segði at tær skuldu fáa meira burturúr møguleikunum framman fyri málið hjá mótstøðuliðnum. Ein avbjóðing at spæla kl 10 Eg haldi tað er undarligt at vit skulu spæla so tíðliga. Tað er ein avbjóðing, tí at mannagongdin skal broytast viðvíkjandi mati og svøvni. Vit mugu bara venja okkum við hetta sigur hon við einum smíli. Eg veit um fleiri áskoðarar sum høvdu komu til dystin um hann var eftir arbeiðstíð. Men tó stuttligt at síggja at fólk komu úr skúlum og stovnum fyri at síggja dystin, segði Katrina Akursmørk at enda eftir dystin. Lea Reginsdótti M , Hildur Egilsdóttir, Katrina Akursmørk L , Milja Simonsen, Kára Jarnskor, Ásla Johannesen, Rúna Jacobsen, Margunn Lindholm, Silja Johannesen, Arnborg Lervig og Jensa Olsen. Tá løgmaður hevur fingið vissu fyri, at Føroyar verða verandi partur av Schengen samstarvinum, verða útlendingamál yvirtikin. Og vónandi verður tað í heyst. Samgongan setti sær fyri í samgonguskjalinum frá 2011, at útlendingamál skulu yvirtakast. Enn er kortini lítið hent. Orsøkin er, sigur løgmaður, at landsstýrið hevur verið í samráðingum við donsku stjórnina um Schengen samstarvið hjá ES. Jákup Mikkelsen, formaður í Uttanlandsnevndini hjá løgtinginum, segði við Útvarpið í gjár, at Føroyar skulu yvirtaka útlendingamál, sama, um Føroyar verða partar av Schengen ella ikki. Løgmaður er ikki samdur við hann. Hann vil fyrst hava vissu fyri, at Føroyar halda fram í Schengen. Yvirtøkan fer væntandi at kosta okkurt um seks milliónir krónur. Enn er ikki greitt, hvar pengarnir skulu finnast. Tey komu til hendurs, men starvsfólkið fekk vart so mikið fyri seg, at maskeraðu persónarnir bara fingu ein part av pengunum við sær. Eftur hettar rýmdu persónarnir móti Tinghúsvegnum. Kári Hentze, sum er dagligur leiðari fyri matstovunum í SMS, sigur, at peningurin var í trimum mappum. Ránsmenninir fingu barat eina mappu og í henni var minst av peningi. Kári Hentze, sigur, at tey hava fastar mannagongdir, tá peningur skal berast í bankan. Tey eru altíð tvey, sum fara við pengunum, oftast eitt starvsfólk og eitt vaktarfólk. Men av tí, at talan var um ikki so stóra upphædd í gjárkvøldið, er starvsfólkið helst, fyri at bera skjótt at, farið einsamalt yvir í bankan. Málið verður nú kannað, og vil løgreglan fegin hoyra frá fólki, sum kunnu hava sæð og ella hoyrt eitthvørt í samband við ránið í gjárkvøldið. Eingin føroyskur grannskoðari er góðkendur at hava roknskapir hjá peningastovnum undir hond í 2014. Danska Fíggjareftirlitið hevur hert krøvini til teirra, sum skulu grannskoða roknskapir hjá peningastovnum og tryggingum. Fíggjareftirlitið krevur, at tað skal góðkenna grannskoðarar, áðrenn teir sleppa at grannskoða roknskapir hjá peningastovnum og tryggingarfeløgum. Treytin fyri at fáa hesa góðkenning frá Fíggjareftirlitinum er, at grannskoðarin skal hava grannskoðað peningastovnar í minsta lagi 600 tímar tey seinastu fimm árini. Góðkenning er givin 54 grannskoðarum í danska kongaríkinum í ár, men eingin føroyingur er millum teirra, sum lúka krøvini hjá Fíggjareftirlitinum. Felagið sigur eisini, at arbeitt verður við at seta kunngerð í gildi í Føroyum um treytir fyri at góðkenna grannskoðarar, sum grannskoða føroyskar peningastovnar. Fíggjarmálaráðið hevur í hesum sambandi samskift við danska Fíggjareftirlitið um, hvørjar treytir skulu setast føroyskum grannskoðarum, sum søkja um slíka góðkenning, sigur Felagið hjá føroysku grannskoðarunum. Sernám arbeiðir við at umseta eitt danskt kanningaramboð til føroyskt, sum skal brúkast til at kanna øll børn í triðja flokki fyri orðblindni. Í síðstu viku vísti fólkaskúlalærarin og orðblindalærarin Annika Marr Poulsen á, at eingin samskipað kanning verður gjørd av børnum í fólkaskúlanum fyri at staðfesta, um tey eru orðblind. Stórur tørvur er á júst slíkari samskipan, sigur Annika Marr Poulsen. Millum annað tí verða bara børn yvir 14 ár kannað fyri, um tey eru orðblind. Men ætlanin við nýggja amboðinum er, at lærarar í fólkaskúlanum skulu gera kanningarnar. Mona N. Steintún vísur tó eisini á, at orðblindni ikki verður raðfest nóg høgt frá politiskari síðu, og tí hevur Sernám bara 30 tímar um vikuna til alt lesiøkið, og tí er sera avmarkað, hvussu nógv børn tey orka at kanna og hjálpa. Ein útgreining fyri orðblindni tekur okkurt um 20 tímar og tí er ikki nóg nógv tíð til at nøkta tørvin, sum er fyri orðblindakanningum. 1. mai, um eina góða viku, skulu kommunurnar lata eina samstarvsavtalu til Almannamálaráðið, nú kommunurnar skulu yvirtaka heimatænastu og eldraøkið. Ikki hevur verið gjørligt at greina økini gjølla, tí tíðin hevur verið ov stutt, sigur Aslaug Gisladóttir, sum stendur á odda fyri fyrireikingararbeiðinum hjá Runarvíkar kommunu, Sjóvar kommunu og Nes kommunu. Beint eftir døgurða í dag fóru tey á skipasmiðjuni í Havn undir at umvæla strandfaraskipið, Teistan. Skipið hevur ligið síðan skírisdag, eftir at tað rendi upp í grótkastið í Hesti. Strandfaraskip landsins leita nú eftir eykalutum, so skipið kann verða umvælt skjótast gjørligt. Tað sæst við berum eygum, at skrúvurnar hava fingið stóran skaða. Nú verður kannað, um skaðin er meira umfatandi. Vit hava meiri um málið i Degi og viku í kvøld. Birgir Kruse og Barbaru Samuelsen, leiðara á mentanardeildini í Kringvarpinum, kjakast í kvøld beint eftir Dag og Viku Vertur er Beinta Løwe Práta verður millum annað um nýggju bókina, ið er tann fyrsta av trimum, sum Valdemar skrivar um Harry Birtulíð og hansara mongu yrkingar. Ákæruvaldið fyrireikar í løtuni ákæruritið móti reiðarínum og skiparanum á Anitu fyri sjey brot á kunngerð um fiskiskap eftir havtasku og svartkalva við gørnum á føroysku landleiðini. Fyrsta brotið er, at gørnini hjá Anitu hava staðið úti longri enn 72 tímar, sum er markið fyri, nær tey skulu verða drigin inn aftur. Anita hevði loyvi at seta 1.400 gørn, men nú Brimil var hjá Anitu, tá gørnini vórðu drigin fyri páskir, vísti tað seg, at skipið hevði heili 4.649 gørn standandi úti á Ytstabanka. Hvørt garn var 27,5 metrar til longdar. Millum gørnini var ein trossi við svartkalvagørnum. Tað er ikki loyvt at fiska bæði eftir svartkalva og havtasku í senn. Kunngerðin ásetur, at tá lagt verður um frá einum fiskaslagi til annað, skal Vørn hava fráboðan um tað. Men skiparin á Anitu hevði ikki boðað frá hesum. Sambært kunngerðini um fiskiskap eftir havtasku og svartkalva, so skal tað skrivast í dagbók, nær gørnini eru sett. Men skiparin á Anitu hevur ikki skrivað í dagbókina, nær gørnini eru sett. Brimil lá hjá Anitu, meðan tey 4.649 gørnini vórðu drigin. Men eftir øllum at døma, gjørdi skiparin á Anitu av, at fiskurin, sum var í gørnunum, skuldi blakast út aftur. Men tað er ólógligt at blaka fisk út, og tí verður skiparin eisini ákærdur fyri tað. Ákæruvaldið hevur givið verjanum hjá skiparanum og reiðarínum hjá Anitu boð um at seta 2,4 miljónir krónur í trygd fyri bót, sakarmálskostnað og reiðskap, sum ákæruvaldið hevur lagt hald á. Um teir ikki vilja keypa reiðskapin leysan aftur, minkar kravið um trygd niður í 750 túsund krónur, og so verður reiðskapurin burturbeindur. Tað er ikki greitt, nær málið kemur fyri í Føroya Rætti, tí har eru nógv mál á rættarlistanum. Mánadagin verður nevningating um knívsstungurnar í Norðdepli í fjørsummar, og um tvær vikur er eitt annað nevningating í sambandi við drápsmálið í Marknalíð í Havn í november í fjør. Latið grágásina fáa frið siga stovnar og myndugleikar um uppskotið hjá Fiskimálaráðnum um at geva loyvi til at skjóta grágás á dyrkaðum lendi. Tveir av monnunum noktaðu seg sekar í at hava nakað við ránið at gera, men ein teirra, hin 20 ára gamli maðurin, játtaði, at hann hevði verið við til at fremja ránið móti einum starvsfólki í SMS, sum skuldi seta inn pening í samdøgurboksina í BankNordik. Eftir hetta kravdi ákærin, at forboð varð sett fjølmiðlum at endurgeva frá tí, sum menninir søgdu undir avhoyringunum. Og dómarin játtaði hesum. Tá grundlógaravhoyringini varð liðug um 10 tíðina í kvøld, vórðu tveir teirra latnir leysir, meðan tann, sum játtaði seg sekan varð varðhaldsfonglsaður í fýra vikur. Jens Severinsen, ákæri, kravdi 20 ára gamla mannin varðhaldsfongslaðan, so at hesin ikki hevur møguleika at ávirka vitni ella at seta seg í samband við ein gerningsmenn, sum løgreglan enn ikki hevði handtikið. Minni enn ein tíma eftir at grundlógarforhoyrið varð liðugt, boðaði løgreglan so frá, at ein fjórði maður nú var handtikin í sambandi við málið. Hann skal grundlógaravhoyrast í morgin. Jens Severinsen sigur, at út frá frágreiðingunum hjá teimum trimum monnunum, var tað rætt at lata tveir teirra leysar, men at skuldsetingin móti teimum báðum um, at teir onkurvegna hava havt við ránið at gera, framvegis stendur við. Spurdur, um tað ikki er ov nógv av tí góða at varðhaldsfongsla ein mann í 4 vikur fyri nakrar fáar túsund krónur, svarar ákærin, at tað er ikki upphæddin, men handlingin móti eini kvinnu, sum er álvarslig. Kanska er spurningurin torskildur ella torførur, men eg hugsi ofta um hví fær eitt orð eitt kynstilknýti kall kvenn ella hvørkikyn Tykist løgið, sum til dømis veðrið tað, stormurin hann, ódnin hon, ella báturin hann, skipið tað, sluppin hon. Er nøkur einføld forkláring , nær,hvussu og hvørjar reglur eru fyri, tá kynsásetingin verður gjørd hugavert at fingið at vita, skrivar ein lurtari Íslendska makrelkvotan í ár er 147.574 tons. Tað kunngjørdi íslendski fiskimálará ðharrin í gjár. Hetta svarar júst til 11,9 prosent av einari millión og 240.000 tonsum, sum hini strandarlondini hava avgjørt at fiska í ár. Í fjør heyst samdust ES og Ísland um, at íslendski parturin av heildarkvotuni skuldi vera 11,9 prosent. Men tað varð ikki góðtikið í Noregi. Sigurður Ingi Jóhannsson, fiskimálaráðharri, sigur, at íslendska kvotan ger fiskiskapin eftir makreli burðardyggan. Ráðharrin endurtekur í fráboðan í gjár, at Ísland vil vera við í semjuni millum strandarlondini um makrelin. Men Ísland krevur størri part enn hini londini vilja lata, tí nú er nógvur makrelur í íslendskum sjógvi. Altjóða kanningar siga, at 20 30 prosent av makrelinum í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum eru í íslendskum sjógvi, har hann etur seg feitan. Snellubátar fáa 6.000 tons av kvotuni. Teirra lutur er størri í ár enn í fjør. Annars er kvotan býtt soleiðis, at ísfiskaskip fáa 7.917 tons, frystiskip 30.682 tons og uppsjóvarskipini, sum hava søgulig rættindi, fáa 103.121 tons. Ein íslendskur bóndi, sum selur hoyggj til Føroya, sigur við blaðið, at føroyingar vilja vera sjálvbjargin við mjólk og vilja heldur innflyta hoyggj enn mjólk Í gjárkvøldið bað hann Rættarnevndina hjá løgtinginuim um at strika umstríddu heimildina til at skráseta og goyma telesamskiftisupplýsingar hjá øllum borgarum í landinum Fyri at fyribyrgja meira øsing orsakað av óvissuni um logningarreglurnar, hevur løgmaður saman við danska Løgmálaráðnum avgjørt at mæla Rættarnevndini til at strika grein 779H í uppskotinum í fyrstu syftu, skrivar løgmaður í broytingaruppskoti sínum. Samstundis skrivar løgmaður, at heimildin at seta í verk massalogging kann setast inn aftur í rættargangslógina, tá danir eru lidnir at endurskoða sínar skrásetingarreglur, soleiðis sum ætlanin er eftir úrskurðin hjá ES dómstólinum herfyri. Úrskurðurin sigur, at tann sera víðfevnda skrásetingin av øllum borgarum er brot á grundleggjandi rættin til privatlív. Lógin um at byggja Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin er nú komin í gildi. Hon varð lýst mánadagin í síðstu viku og kom í gildi dagin eftir, 15.apríl. Løgtingið samtykti einmælt 10.apríl at gera Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, legði uppskotið fram 12. februar. Eysturoyartunnilin verður mettur at kosta eina milliard og 50 milliónir krónur, og Sandoyartunnilin verður mettur at kosta 860 milliónir krónur Fyrst verður farið undir Eysturoyartunnilin, og tá hann er boraður í gjøgnum, verður farið at bora Sandoyartunnilin, tó í seinasta lagi í 2018. Sambært lógini verður stovnað eitt alment partafelag, sum skal byggja og reka báðar tunlarnar. Landið setur tilsamans 400 milliónir krónur í felagið hetta til 2024. Sambært lógini kann felagið eisini taka ábyrgdarlán, og landið skal veita felagnum 10 milliónir krónur í árligum rakstrarstuðli, tá Sandoyartunnilin er tikin í nýstlu. Hetta svarar til tað, sum tað kostar landinum at hava Teistan í sigling um Skopunarfjørð. Klaus Wivel, journalistur og korrespondentur á Weekendavísini, hevur skrivað bókina Hin Seinasta Kvøldmáltíðin , har hann greiðir frá síni ferð millum kristin í Miðeystri, sum í hesum tíðum rýma í hópatali úr arabiska heiminum. Fyri mong kristin hevur tann arabiski uppreisturin, sum byrjaði á vári í 2011, einans verra um støðuna, og á heysti í fjør, rópti Amnesty International varskó og heitti á politisku leiðararnar í økinum, um at verja kristnar arabarar, áðrenn hesin minnilutabólkurin heilt er horvin í Miðeystri. Í vesturheiminum verða tey sædd sum arabarar og fáa lítla og onga hjálp. Heima í Miðeystri verða tey sædd sum kristin, sum hoyra heima í vesturheiminum. Tey gerast tí offur í einum størri stríði millum vesturheimin og muslimska heimin. Einum stríði, sum ikki er teirra. Heini í Skorini, sum er fyriskipari fyri tiltaki í Norðurlandahúsinum, har rithøvundurin Klaus Wivel fer at halda ein fyrilestur um støðuna hjá kristnum arabarum, er gestur í útvarpsstovuni og greiðir frá støðuni í Miðeystri. Vangamyndin Noomi Brend er í vangamyndini hesaferð. Noomi dámar væl at binda, og inni á kamarinum eigur hon kettur, sum hon hevur bundið og eina livandi kettu. Eisini dámar Noomi væl at lesa, og hon er við í einum lesiringi, har bøkur verða viðgjørdar og ummælið skrivað. Tónleikarar Sóley Leo Nikulásdóttir og Bjartur Leo Nikulásson fara at syngja og spæla ein vakran føroyskan sang. Sóley fer at syngja og beiggi hennara Bjartur spælir guitar. Spælið Omman og ommudóttirin eita báðar Fridrikka Maria, tær fara at læra hvørja aðra eitt spæl, sum hin ikki dugdi áðrenn. Spælið hjá ommuni er gamalt, tí tað spældi hon, tá hon var lítil, men alt í einum so duga báðar tvær hvør sítt nýtt spæl. Tað er amerikanski rúmdarkikarin Kepler, ið fyri fyrstu ferð hevur sæð eina jarðarlíknandi gongustjørnu, ferðast kring eina stjørnu, 500 ljósár burturi. Ringrásin hjá Kepler 186f hevur røttu fjarstøðuna til stjørnuna, hon ferðast um, og tað merkir, at vatn bráðnar, og harvið er møguleiki fyri, at lív hevur ment seg á gongustjørnuni Kepler 186f. Rúmarkikarin Kepler hyggur at yvir 160.000 stjørnum í senn í royndini at finna fremmandar gongustjørnur. Yvir 3000 eru funnar, yvir 1000 eru váttaðar gongustjørnur, og Kepler 186f er tann fyrsta, ið minnir um jørðina og er í rættari fjarstøðu har vatn bráðnar. Trýst her, fyri at hoyra samrøðuna við Steve Howell, frá NASA Ames Research Center, ið stendur fyri Kepler verkætlanina hjá NASA í sendingini Vitan Føroysku bókahandlarnir vilja eisini gera vart við bókina í ár. Tí verða 300 bøkur at fáa fyri einki í bókahandlunum í dag, 23. apríl. Gamal siður í Spania var at geva eina rósu á Santa Jørundsdegi, 23.apríl. Rósuna gavst tú einum, sum tú elskaði ella hevði virðing fyri. Í løtuni er grundlógaravhoyring í Føroya rætti í sambandi við, at ein fjórði maður seint í gjárkvøldið varð handtikin í málinum um ránið í Havn annað páskakvøld. John Martin Olsen, økisleiðari á Politistøðini í Havn, sigur, at tað er ikki óhugsandi, at fleiri fólk verða tikin fyri at eiga lut í ráninum við BankNordik í Húsagøtu, tá pengar vórðu rændir frá eini kvinnu uttan fyri BankNordik. Í gjárkvøldið var ein 20 ára gamal maður varðhaldsfongslaður í sama máli. Í grundlógaravhoyring í Føroya rætti játtaði hann at hava framt ránið starvsfólkinum í SMS, sum skuldi lata pengar í samdøgursboksina hjá bankanum. Jens Severinsen, ákæri, kravdi 20 ára gamla mannin varðhaldsfongslaðan, so hann ikki hevur møguleika at ávirka vitni ella at seta seg í samband við onnur. Maðurin skal eisini persónkannast. Helena Samuelsen greiðir frá gomlu flaggsøguni. Katrin Streymoy lesur upp úr bókini hjá Niels Juul Arge, Merkið. Sendingina gjørdu Helena Samuelsen, Katrin Streymoy,Ragnar C. Joensen, Marit Grut, Bjarni Rubeksen, Eyðstein Jacobsen, Jógvan Páll Johannesen og Eina Hansen. Lagt til rættis Helena Samuelsen Ein 23 ára gamal maður varð í gjár varðhaldsfongslaður í fýra vikur. Hann er skuldsettur fyri at hava verið við í ráninum í Havn annað páskakvøld. Men hann noktar seg sekan, og hann kærdi avgerðina hjá Føroya rætti til Eystara landsrætt. Týskvøldið varð ein 20 ára gamal maður eisini varðhaldsfongslaður í fýra vikur. Hann hevur játtað seg sekan í at hava átt lut í ráninum í túninum hjá BankNordik í Húsagøtu í Havn annað páskakvøld. Fjølmiðlar hava fingið forboð móti at endurgeva tað, sum er sagt í báðum grundlógaravhoyringunum um ránið í Havn, tí sambært politinum og Føroya rætti kann tað órógva kanningarnar hjá politinum. Enn er ikki upplýst, hvussu nógvir pengar blivu tiknir frá kvinnuni, sum seint annað páskakvøld fór úr SMS í BankNordik við pengunum, sum matstovurnar í sølumiðstøðini høvdu selt fyri tann dagin. Tað eru Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, og skotski stjórnarleiðarin, Alex Salmond, á einum máli um eftir fund í Edinburgh í gjár. Hetta var ein søguligur fundur, tí hetta er fyrstu ferð, at stjórnarleiðarar í Føroyum og Skotlandi hittast. Skotland er í løtuni millum best umtóktu lond hjá føroyingum at nema sær hægri útbúgving. Tá ið ræður um hægri lestur, eru stórir møguleikar at samstarva um útbúgvingartilboð bæði í Føroyum og Skotlandi, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður. Bæði Føroyar og Skotland fegnast um, at semja er gjørd í makrelmálinum, og báðir partar vóna, at ein nøktandi loysn fæst í sildatrætuni. Løgmaður hitti í gjár eisini Alistair Carmichael, sum er ráðharri í skotskum málum í bretsku stjórnini. Eins og Alex Salmond kunnaði ráðharrin í skotskum viðurskiftum løgmann um fólkaatkvøðuna í Skotlandi í heyst. Tað eru Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, og skotski stjórnarleiðarin, Alex Salmond, á einum máli um eftir fund í Edinburgh í gjár. Hetta var ein søguligur fundur, tí hetta er fyrstu ferð, at stjórnarleiðarar í Føroyum og Skotlandi hittast. Skotland er í løtuni millum best umtóktu lond hjá føroyingum at nema sær hægri útbúgving. Tá ið ræður um hægri lestur, eru stórir møguleikar at samstarva um útbúgvingartilboð bæði í Føroyum og Skotlandi, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður. Bæði Føroyar og Skotland fegnast um, at semja er gjørd í makrelmálinum, og báðir partar vóna, at ein nøktandi loysn fæst í sildatrætuni. Løgmaður hitti í gjár eisini Alistair Carmichael, sum er ráðharri í skotskum málum í bretsku stjórnini. Eins og Alex Salmond kunnaði ráðharrin í skotskum viðurskiftum løgmann um fólkaatkvøðuna í Skotlandi í heyst. Í døgunum 26. apríl til 2 mei 2014 fáa føroyingar enn eina ferð ein forkunnugan møguleika at vera vitni til føroyska filmslist, soleiðis, sum hon skal njótast. Maria Winther Olsen og Rógvi Rasmussen fara enn eina ferð kring alt landið at sýna 8 nýggjar føroyskar filmsframleiðslur. Tað sigur Fíggjarnevndin hjá løgtinginum seg hava fingið at vita frá fólki í byggivinnuni, frá Bústøðum og frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum. Fíggjarnevndin hevur viðgjørt og skrivað álit um u ppskotið til samtyktar hjá løgtingsgrannskoðarunum. Teir vilja hava landsstýrið at koma við neyðugum lógaruppskotum, sum tryggja greiða leiðslu, ábyrgd og útinning, tá almennar byggiætlanir verða framdar. Fíggjarnevndin sigur, at hon oftari enn eina ferð he vur gjørt vart við trupulleikarnar, sum løgtingsgrannskoðararnir gera vart við í sínum uppskoti. Men nevndin ásannar, at ongar nágreiniligar reglur eru um verklagslógir. Ein samd Fíggjarnevnd tekur undir við at gera nágreiniligar reglur, so til ber at stýra almennari bygging. Tey skriva og lesa sjálvi. Í dag hoyra vit Robert á Lofti, Karin á Steig, Ásbjørn Heðinson, Ruth Eidesgaard Hansen, Ragnar Kjørbæk Danielsen og Sámuel Eyðsteinsson. Í dag hoyra vit søguna um Tey trý eslini. Elini Mortensen týddi úr enskum. Katrin Nolsøe sigur frá. Aðrar røddir eru Kári Sólstein, Finnur S. Olsen og Jonna Fritsdóttir Mortensen. Jón Svein Heinesen var tøkningur. Í dag hoyra vit leikin um Hanus Hanagleiv. Pauli Nielsen týddi til føroyskt. Námsfrøðingar á Føroya Læraraskúla løgdu til rættis í 2000, saman við Jóhannus á Rógvi Í grundgevingini fyri at lata virðislønina verður sagt, at í skaldsøgu sínari sigur Carl Jóhan Jensen søgu Føroya á óvanligan hátt. Málið í søguni hevur verið ein stór avbjóðing hjá týðaranum, men týðarin hevur greitt avbjóðingina á frálíkan hátt. Jógvan Páll Lassen, advokatur, mælir frá at seta avlurtingarpakkan í gildi í Føroyum, tí vit hava ikki so álvarsligan kriminalitet her sum í Danmark. Atfinningarnar móti avlurtingarpakkanum tagna ikki, hóast Rættarnevndin hjá løgtinginum nú fer at strika heimildirnar fyri hópskráseting og hópgoyming. Bjørn Elmquist, hægstarættarsakførari í Danmark, sigur við Útvarpið, at eisini banal lógarbrot hava seks ára revsikarm, so løgreglan fær ov stórt rásarúm. Síðsti dysturin í mini kappingini er liðugur. Hóast Skotland skoraði heili 6 mál, so vóru nógvir góðir glottar at síggja frá føroysku leikarunum. Føroyska liðið tordi at bjóða av og kom eisini fram til fleiri álop. Ofta kundi tær tó fingið meira burturúr álopunum. Eingin ivi er um at Skotland er eitt sera væl spælandi lið, sum er væl fyri teknsikt. Fyrsta málið hjá føroyum var eitt sjálvmál, men í seinna hálvleiki skoraði Milja Simonsen uppá eitt flott fríspark beint uttanfyri brotssteigin hjá skotlandi. 0 1 4 min Abigail Harrison 0 2 18 min Sarah Laverty 0 3 21 min Elizabeth Arnot 1 3 22 min Farrell Autumm sjálvmál 1 4 29 min Crosbie Haylie 1 5 35 min Abigail Harrison 2 5 55 min Milja Simonsen 2 6 56 min Abigail Harrison Hanna Poulsen M , Hildur Egilsdóttir, Erla Petersen, Katrina Akursmørk L , Milja Simonsen, Ásla Johannesen, Mirjam Hansen, Lív Arge, Beinta E. Danielsen, Marita Á Fríðriksmørk, Tóra Stenberg Olsen. Útskiftarar Lea Reginsdóttir M , Kára Jarnskor, Rúna Jacobsen, Margunn Lindhold, Silja Johannesen, Arnborg Lervig og Jensa Olsen. Av tí at hetta er ein vinar mini kapping, so hevur UEFA sett ymiskar treytir til dystirnar. Millum annað skulu allir leikararnir sleppa inn á vøllin í kappingini fyri at menna hvønn einkulta leikara. Hetta ger tískil tað at nógvar útskiftingar eru undir dystinum, men tó gjørdi hetta ikki stórvegis mun á støðinum. Tjóðveldi og Framsókn taka undir við Sjálvstýrisflokkinum, sum vil hava løgtingið at biðja landsstýrið heita á donsku stjórnina um at strika føroysku umboðanina í fólkatinginum næstu ferð, grundlógin verður dagførd. Meirilutin í Uttanlandsnevndini, samgongan og Javnaðarflokkurin, sigur, at skal ríkisrættarliga skipanin broytast, skal breið semja vera um tað í løgtinginum. Eitt uppskot til samtyktar frá einum flokki er ov lítið, sigur meirilutin. Og so leingi fólkatingið hevur ræðið á málsøkjum í Føroyum, er umráðandi, at føroyingar hava fólk í fólkatinginum, sigur meirilutin í Uttanlandsnevndini. So leingi verandi ríkisrættarliga støða er galdandi, eiga vit at virða rættin at velja tvey umboð á fólkating, halda Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin, Javnaðarflokkurin og Miðflokkurin. Teir mæla beinleiðis løgtinginum til at fella uppskotið hjá Sjálvstýrisflokkinum. Dagur og Vika fór ov langt, tá frásøgnin um deyðsvanlukkuna í Oyndarfirði herfyri nærum varð gjørd til eina spenningssøgu. Tað heldur forkvinnan í Føroysk Miðlafólk. Tíndindaleiðarin í KvF vísur kritikkinum aftur. Í Pressutáttinum verður kjakast um pressuetiska støðið í Føroyum, og um miðlarnir eru vorðnir so grammir eftir at siga frá vanlukkum, at virðingin fyri teimum avvarðandi verður skúgvað til viks. Samgongan er hálsað um í royndum at tryggja útlendskum manningum á føroyskum fiskiskipum rímiligar hýrur. Heldur enn at fella uppskotið hjá Javnaðarflokkinum enn eina ferð varð uppskotið beint aftur í Vinnunevndina, tá onnur viðgerð var í gjár. Samgongan feldi uppskotið í 2012 og aftur í 2013. Ætlanin var eisini at fella tað í ár, men málið um garnaskipið Anitu hevur fingið samgongufólk at hugsa seg um. Samgongan atkvøddi fyri at lata Vinnunevndini málið aftur. So seint sum í gjárkvøldið fingu skúlarnir boð frá Mentamálaráðnum um, at landsroyndirnar í fólkaskúlanum mánadagin verða skipaðar øðrvísi enn ætlað. Úrslitið kann gerast misvísandi, tí fyrireikingarnar hjá Mentamálaráðnum hava verið út av lagi vánaligar, sigur Elsa Birgitta Petersen, skúlastjóri í Hvalbiar skúla, sum finst hvassliga at Mentamálaráðnum. Ein seinromantisk tjóðskapar og mentanarveking breiðir seg um Føroyar um aldamótið 2000. Fullveldissamgongan setur politisku dagsskránna. Í kjalarvørrinum á hesum rembingum birtist eitt nýtt tónleikarák í Føroyum. Kring felagsskapin Grót, sum hevur tilhald í Losjuni í Gøtu, kyknar upp ein heilt nýggj rørsla. Her savnast ungdómur, sum er medvitin um, at tónleikur er annað enn undirhald. Í hesum umhvørvi sprettir millum annað bólkurin Clickhaze, sum er mannaður við ógvuliga gávuríkum ungfólki. Annað orkestur, sum eisini er ávirkað av tjóðskaparliga rákinum, er havnarbólkurin 200. Teir spæla harðan rokktónleik og eru mest av øllum punkarar við ógvuliga provokerandi sangum. Um somu tíð stígur fram blaðungur drongur við óvanliga góðum sanggávum. Brandur Enni er so vælumtóktur við sínum dárandi poppsangum, at javnaldrar bæði í Íslandi og Danmark fjeppast uppi í honum. Føroyar hava fingið sína fyrstu barnastjørnu. Maria Damanaki, ES fiskivinnukommisserur, fegnast um, at Ísland ikki ásetti sær størri makrelkvotu enn Ísland kravdi í samráðingunum millum strandarlondini. ES og Ísland samdust í fjør heyst um, at Ísland eigur 11,9 prosent av heildarkvotuni. Heildarkvotan av makreli í ár er ein millión og 240.000 tons, og íslendska kvotan er góð 147.500 tons. Helene Banner, talskvinna hjá Mariu Damanaki, sigur í dag, at Ísland er framvegis vælkomið upp í fimm ára semjuna, sum ES. Føroyar og Noreg gjørdu fyrr í ár uttan um Ísland. ES mælir Íslandi til at koma aftur til samráðingar sum skjótast. SEV fegnast serliga um, at grøna kósin er hildin, serstakliga um ársskiftið 2013 2014, tá elframleiðslan var 75 prosent úr vatni og vindi bæði í desember og januar, bara 25 prosent stavaðu frá oljuni, sigurr Jákup Suni Lauritsen, nevndarformaður í SEV. Vit eru fýra systkin, tvey eru flutt heimanífrá, og tvey búgva framvegis heima hjá okkara foreldrum. Tey, sum búgva heima, meira ella minni yvirtaka húsið. Tá ið fótbóltur ella onkur filmur er í sjónvarpinum, koma ein rúgva av vinfólkum og taka yvir stovuna hjá foreldrunum, og eru vit so og vitja, hava vit einki pláss í okkara egna barndómsheimi. Hvat er hetta fyri nakað, spyrja lurtarar. Trúgvandi foreldur spyrja, um tey skulu noyða síni børn at fara í sunnudagsskúla, ella skulu børnini sjálvi sleppa at ráða Ein kvinna spyr, hvussu hon best kann hjálpa sínum granna, sum hevur sálarligar trupulleikar og so er tað verdóttirin, sum er um at sálast av sínum snobbutu verforeldrum, sum tykjast at halda meiri av grannunum, sum eru listafólk í heimsklassa, heldur enn síni egnu familju. Gestir hesaferð eru Leif Láadal, Guðrun við Rættará og Bergur Debes Joensen. Eftir Fyrra heimsbardaga broyttist heimskortið munandi, og vit fingu nýggj lond og landamørk í bæði Europa og í Miðeysturi, eins og Fyrri heimsbardagi var beinleiðis orsøkin til hin seinra. Í hesari triðju sendingini um Fyrra heimsbardaga viðgera vit saman við Hans Andriasi Sølvará, ið er lektari í søgu á Søgu og Samfelagsdeildini á Fródskaparsetri Føroya, arvin og avleiðingarnar eftir Stóra kríggið . Meirilutin í Vinnunevndini hevur annars mælt frá at samtykkja uppskotið, tí hon heldur tað grípa inn í fría samráðingarrættin um sáttmálar. Men við aðru viðgerð í gjár, broytti samgongan støðu, tí samgongufólk vóru farin at ivast í støðuni hjá útlendingum umborð á føroyskum fiskiskipum. Sambandsflokkurin arbeiðir í løtuni við tilfarinum, og fyrst í mei fáa tingfólkini hjá Sambandsflokkinum tilfarið um fiskivinnunýskipanina. Grønland er annað og meira enn ísfjøll, sletuhundar, veðurlagstrupulleikar og rúsdrekkatrupulleikar. Ein øðrvísi mynd av grønlendingum sæst í Norðurlandahúsinum komandi vikurnar, har vangamyndir av samkyndum grønlendingum, sum vóru tiknar á pridegongunum í Nuuk i 2011 og 2012. Men annað er eisini á skránni komandi dagarnar. Hóast nøvnini Nabiha og Liam O Connor ikki eru serliga donsk, so er talan um tvey stór nøvn í donskum tónleiki. Í vikuni almannakunngjørdi Rúni Djurhuus, at danski rapparin, sum best er kendur undir navninum L.O.C. verður høvuðsnavn á tónleikatiltakinum Voxbotn í summmar. Hetta er annað árið á rað, at Voxbotn roynir seg við einum donskum høvuðsnavni. Í fjør vóru Nic amp Jay og Carpark North ovast á plakatuni. Eisini G festivalurin almannakunngjørdi nøvn í vikuni. Ein røð av bólkum koma til Gøtu at spæla og syngja í summar. Men stóra navnið, sum var almannakunngjørt, var Nabiha. Nabiha hevur afrikanskar røtur, men er fødd á Vesturbrúgv. Nahiba hevur seinastu árini havt fleiri vælumtøkt løg, sum til dømis Mind The Gap , Bang That Drum og Ask Yourself Felagið Heim og Skúli mælir til at útseta landsroyndina hjá fólkaskúlanum mánadagin, tí so nógv ógreið viðurskifti eru um royndina. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, stendur fast við sítt, hóast samgongan er hálsað um í málinum um at tryggja útlendingum á føroyskum fiskiskipum føroyskar sáttmálar. Bill Justinussen úr Miðflokkinum gav Jacob Vestergaard, landsstýrismanni, av grovfílini í tíðindunum á middegi í gjár, tí landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur gjørt ov lítið við málið Rættarnevndini kom í gjár við enn einum tilmælið um avlurtingarpakkan, eftir at málið varð beint aftur í nevnd við triðju viðgerð. Ásetingarnar um loggingina eru tiknar úr uppskotinum, og meirlutin í rættarnevndini mælir enn einaferð tinginum til at samtykkja uppskotið. Tað er málið um loggingina, tað vil siga, tað, at mynduleikarnir skuldu fáa heimild at goyma upplýsingar um samskiftið hjá borgarunum, til dømis hvørji telefonnummur hava havt samband við hvørt annað, ið hevur elvt til kjak millum tingfólk. Í tilmælinum til løgtingið, sigur meirlutin í Rættarnevndini um heimildina um logging, at heimildin eftir ætlan ikki skuldi koma í gildi beinavegin, og hevur nevndin fingið upplýst, at tað tískil ikki hevur serligan praktiskan týdning fyri rættarstøðuna í Føroyum, at hon í fyrstu syftu verður tikin úr uppskotinum. Minnilutin í rættarnevndini, tað eru umboðini hjá andstøðuni, mælir frá at samtykkja uppskotið, tí nýggja viðgerðin í Rættarnevndini ikki hevur styrkt álitið hjá minnilutanum á lógarpakkan. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, forkvinna í Rættarnevndini vil ikki gera viðmerkingar til málið, fyrr enn tað hevur verið til viðgerar í tinginum aftur. Løgtingið samtykti í februar, at nevndin í felagnum kann keypa partabrøvini aftur, sum vórðu seld, tá triðingurin av felagnum varð einskildur í 2007. Atlantsflog eigur nakað av peningi at keypa partabrøvini fyri, men verður eisini noytt at taka nakað í láni, fyri at fíggja keypið. Rakstrarúrslitið gjørdist yvirskot á 3,48 milliónir kr, sum er 670.000 krónurminni enn í 2012, men 2,14 milliónir krónur hægri enn mett frammanundan. Ruskgjaldið hækkar úr 1.090 til 1.095 krónurfyri hvønn íbúgva, og rottangagjaldið hækkar úr 185 til 190 krónurfyri hvønn íbúgva um árið. Lions Club Eysturoy, Giktafelagið og Heilafelagið hava í skjótt fimm ár arbeitt við at seta eitt endurvenjingartilboð á stovn á Eysturoyar ellis og røktarheimi, og fegnast um, at tað nú endiliga verður veruleiki Týsdagin fáa privatu partaeigararnir í Atlantsflogi pengarnar fyri partabrøvini, teir hava játtað at selt felagnum aftur. Avroknað verður mánadagin. Atlantic Airways boðaði keypsskálunum frá í gjár, at nú eru bara 4,27 prosent eftir á privatum hondum. Men tey, sum eiga hesi partabrøvini, verða noydd at selja, og so eigur landið aftur flogfelagið hundrað prosent. Og tá verður felagið ikki longur á børsinum í Reykjavík og Keypmannahavn Keypt verða 286.172 partabrøv fyri kursin 210 í hesum umfarinum. Ein triðingur av Atlantic Airways varð einskildur í 2007. Ætlanin var at selja meira, men politiskur meiriluti er ikki fyri tí. Tí varð hildið rættast at keypa einskilda triðingin aftur til landið. Og eitt nýtt álit verður skrivað. Tað sigur formaðurin í Vinnunevndini, Alfred Olsen. Tá løgtingið í vikuni, fyri triðju ferð, skuldi fella uppskotið hjá Javnaðarflokkinum, um at tryggja útlendskar fiskimenn við føroyskum skipum, í lógini um vinnuligan fiskiskap, høvdu tinglimir í øllum samgonguflokkunum fingið kaldar føtur, og tí endaði uppskotið aftur í Vinnunevndini. Alfred Olsen, formaður í Vinnunevndini sigur, at nevndin týsdagin aftur fer undir at viðgera uppskotið hjá Javnaðarflokkinum. Hann vil ikki gera nakrar viðmerkingar um málið nú. Men hann sigur so mikið, at nevndin fer at koma við einum nýggjum áliti í málinum. Tinglimir í øllum trimum samgonguflokkunum søgdu seg ivast, serliga eftir tað sum er hent við garnaskipinum, Anitu. Skal botnfrádrátturin í kommunuskatturin hækka upp í 65.000 krónur, og vera tað sama sum botnfrádrátturin í landsskattinum, so fáa kommnunurnar 270 milliónir krónur minni inn í skatti um árið. Tað tykist vera tað einasta sum kann geva lægru inntøkunum ein skattalætta, tí lægru inntøkurnar rinda lítið í landsskatti. Tað var Bill Justinussen, tingmaður úr Miðflokkinum sum setti Jørgini Niclasen, landsstýrismanni fyrispurning um botnfrádráttin í kommunuskattinum Putin hevur givið boð um at byggja nýggjar framkomnar kavbátar, og at fara undir aftur virksemi á gomlum herstøðum, sum eru niðurlagdar. Á fundi í trygdarráðnum legði forsetin dent á, at russiskar gass og oljuleiðingar í norðpólsøkinum skulu verjast ímóti yvirgangi og øðrum hóttanum. Øll trygdin skal skipast við venjingum sum verjumálaráðið skal skipa fyri, segði forsetin. Rusland hevur økt munandi um sítt virksemi við norðpólin seinastu árini. M.a. setti ein lítil kavbátur russiska flaggið á havbotnin á norðpólinum í 2007. Og í fjør gjørdi russiski herflotin fleiri kanningar, og segði seg millum annað at hava funnið eina nýggja oyggj við Frantz Josefs Land í íshavinum, eystanfyri Svalbard. Umframt Danmark, so verður eisini roknað við, at bæði Kanada og Rusland fara at krevja yvirvaldsrættin yvir norðpólinum. Tað verður havrættarnevndin hjá ST sum fær seinasta orðið í tí spurninginum. Fleiri royndir danskir politikarar halda at tíðin er komin til at minka talið av fólkavaldum í fólkatinginum. Fólkatingið hevur 179 limir, harav tveir eru valdir í Grønlandi og tveir í Føroyum. Men fleiri politikarar úr ymiskum flokkum eru samdir um, ut fólkatingið ikki longur hevur so nógv at gera, sum tað hevði fyrr. Fólkatingslimir sita hendur í fagn, tí kommunurnar hava fingið størri ábyrgd og lógarheimild, og ein stórur partur av lóggevandi arbeiðnum er flutt til ES tingið í Brússel. Bertel Haarder, Pia Kjærsgaard og Anders Samuelsen eru millum fortalararnar fyri at lækka talið av fólkavaldum niður í umleið 150 fólkatingslimir. Kasper Møller Hansen, serfrøðingur í fólkaræði á lærda háskúlanum í Keypmannahavn sigur við danska blaðið BT, at ein slík uppgerð við fasta talið av fólkavaldum eisini kann seta hol á eitt kjak um føroysku og grønlendsku umboðanina. Tað kann vera torført at tryggja tvey umboð fyri Føroyar og tvey fyri Grønland, um farið verður undir at minka talið. Føroyar og Grønland eru sum er rættiliga yvirumboðað, sigur Kaser Møller Hansen. Sambært honum er norðuratlantiska umboðanin í fólkatinginum eitt eymt evni at fara undir. Men tað er eisini eitt torført evni. Tí føroysku og grønlendsku fólkatingsumboðini eru tryggjað í grundlógini, meðan restin av fólkatingslimunum ikki er. Grundlógin staðfestur einans, at tað í mesta lagi skulu vera 179 fólkatingslimir. Tí ber til at lækka talið av fólkatingslimum, uttan at noyðast at broya grundlógina. Bertel Haarder, ið er millum royndastu donsku politikararnar, sigur við BT, at hann heldur eina slíka broyting tó vera so ógvusliga, at hon eigur at verða skrivað í grundlógina og send til fólkaatkvøðu. Kári P. Højgaard og Sjálvstýrisflokkurin hava longu lagt eitt uppskot fyri løgtingið um at heita á landsstýrið um at avtaka føroysku fólkatingssessirnar. Uppskotið hevur tó ikki fingið serliga stóra undirtøku. Og ein meiriluti í uttanlandsnevndini mælir løgtinginum frá at samtykja tað. Einans Høgni Hoydal og Poul Michelsen taka undir við, at føroyska umboðanin í fólkatinginum verður avtikin. Í februar seldi Irak 3,6 milliónir tunnur av olju um dagin, tað er meir enn metið frá 1979, sum var 3,5 milliónir tunnur. Hevði oljusølan hjá Irak ikki verið so stór sum hon er, so hevði tørvurin ikki verið nøktaður, og prísurin helst verið væl hægri enn hann er, eru eygleiðarar samdir um. Tað eru stóru oljufeløgini, BP, Shell, Exxon og Lukoil, sum virka í Irak. Statoil var við, men hevur gjørt av at selja sítt virksemi til russiska Lukoil. 90 prosent av inntøkunum hjá Irak koma frá oljuvinnuni, og hava stóran týdning fyri menningina av landinum. Hóast búskaparvøksturin í landinum er 10 prosent um árið, so gongur spakuliga framá. Orsøkin er ein tung umsiting og korrupsjón. Tá talan er um korrupsjón, er landið nummar 171 av teimum 177 londunum sum eru við á einum alheims lista. Flogfarið var á veg úr Keypmannahavn til Oslo. Ein russari sum var við flogfarinum gjørdist frá sær sjálvum, og segði seg hava eina bumbu í viðførinum. Hann royndi eisini fleiri ferðir at lata eina av hurðunum í flogfarinum upp. Manningin helt tað ikki vera ráðiligt at halda fram til Oslo, men valdi at seta flogfarið í Gøteborg, har øll tilbúgving var sett í verk. Ein av føroyingunum sum var við flogfarinum, var Hendrik Rubeksen. Sambært Hendriki Rubeksen so bíðaðu teir fýra føroyingarnir eftir at fara víðari til Bodø í Noreg, har teir arbeiða. Ein tinglimur í sýriska parlamentinum hevur boðað frá, at hann stillar upp ímóti sitandi forsetanum, Basher al Assad á forsetavalinum sum verður 3. juni. Talan er um tinglimin, Maher Abdel, sum bjóðar forsetanum av, upplýsir tjóðartingsformaðurin í landinum. Assad forseti hevur boðað frá, at hann ætlar at stilla upp aftur, og tí er ætlanin at forsetaval verður fyri 17. juni, tá forsetaskeiðið er úti. Stórur ivi er um, um tað ber til at hava forsetaval, sum støðan er í Sýria. Har hevur borgarakríggj verið í meir enn tvey ár, og minst 150.000 fólk hava latið lív, umframt at miljónir eru flýdd heimanífrá. Samstundis sum føroysku polittikararnir vilja skerja nevndarsamsýningarnar í almennum feløgum, so ger Grønland tað mótsatta. Grønlendsk Kringvarpið skrivar, at har hava nevndarsamsýningarnar staðið í stað síðani í 2009, men av tí at arbeiðsbyrðan er ymisk, hevur landsstýrið gjørt av at broyta mannagongdina. Tað hevur við sær, at nevndarformaðurin í Royal Greenland, størsta almenna felagnum, fær 500.000 krónur um árið, næstformaðurin 300.000 krónur, og hinir nevndarlimirnir 200.000 krónur um árið í nevndarsamsýning. Í Air Greenland, Royal Arctic Line, Tele Greenland, Bústaðarfelagnum INI, og í Greenland Holding fær formaðurin 350.000 krónur, næstformaðurin 175.000 krónur, og hinir nevndarlimirnir 125.000 krónur Í feløgunum Nuna Oil, Greenland Oil Spill, Visit Greenland og í Great Greenland fær formaðurin 150.000 krónur, næstformaðurin 75.000 krónur, og hinir nevndarlimirnir fáa 50.000 krónur Frammanundan hava nevndarlimirnir fingið nevndarsamsýning eftir umsetninginum hjá feløgunum. Formenn hava fingið millum 100 og 400.000 krónur, næstformenn millum 50 og 300.000 krónur, og hinir nevndarlimirnir millum 50 og 200.000 krónur í nevndarsamsýning um árið. Endamálið hjá grønlendska landsstýrinum at hækka nevndarsamsýningarnar er at fáa so góð fólk sum gjørligt í nevndirnar og at tey skulu arbeiða meir fyri at menna feløgini. Orsøkin er, at dagligu útreiðslurnar økjast hvørt ár, og neyðugt er við stórum íløgum. Tað sigur Poul Andrias Joensen, er stjóri í IRF. Neyðugt er at gera stórar íløgur, og tí má interkommunali felagskapurin vera væl fyri. Og talan er um stórar og kostnaðarmiklar íløgur sum IRF má gera, sigur Poul Andrias Joensen IRF hevur lagt seg eftir at fíggja so stóran part av sínum virksemi sum gjørligt. IRF hevur samstundis lagt seg eftir at rinda skuldina aftur so skjótt sum gjørligt, sambært stjóranum. Saman við Rudolfi Joensen, Sjúrði Skaale og Annfinni Heinesen verður kjakast um satiru, umframt at Tórbjørn jakobsen, Jógvan Arge, Súsanna T rgarð og Ria Tórgarð siga sína meining. Eisini hitta vit Bárð Jákupsson, listamann, vit tosa við Turið Sigurðardóttirum, professara í bókmentum, samkynd í bókmentum, Leise Johnson, sum eigur framsýningina Gay Greenland, Jón Gnarr, borgarstjóra í Reykjavík, og Eiler Fagraklett, formann í LGBT Føroyar. Musikcaf in verður mannað av Jens Marna Hansen, og Eyð Berghamar Jacobsen saman við Onnu Mariu Olsen, Angeliku Nielsen og Bárði Johannesen. Ársins hondbóltsgalla er løtan tá hondbóltsleikararnir úr øllum hondbóltsfeløgnum í føroyum hittast, og verða tey bestu av teimum bestu kosin. Tilnevningin fer soleiðis fram at hvørt lið fær tvær atkvøður. Ein atkvøðuseðil eigur venjarin og hina eiga leikararnir. Tó er ikki loyvt at atkvøða uppá ein frá sínum egna liði. Tær tilnevndu til ársins leikara hjá kvinnum Liljan Durhuus, VÍF Jacklin Durhuus, Neistin Kristina Gritseike, Kyndil Rebekka Justinussen, STíF Jacklin, Jacklin og aftur Jacklin Jacklin Durhuus var sera rørd tá hon varð kosin at vera ársins leikari. Hon takkaði fyri og segði at hon treivst sera væl í neistanum, men fór tó altíð at vera ein vestmenningur. Jacklin Durhuus varð ikki bert ársins leikari í kvøld. Hon vann eisini ársins toppskjútti hjá kvinnum við 144 málum. Hon skeyt trý mál fleiri enn Simona Petersen á øðrum plássi við 141 málum. Ársins lið, varð sett av landsliðsvenjarunum. Landsliðsvenjararnir valdu Jacklin Durhuus at vera ársins vinstri vongur á ársins liði. Tað er sjáldsamt at bæði stjørnuskotið hjá monnum og hjá kvinnum spæla á plássi, og at tey bæði eru vinstrhent. At vera vinstrhentur í føroyskum hondbólti er heldur sjáldsamt. Tað er ein fyrimunur fyri eitt lið, um liðið hevur ein vinstrhentan leikara á høgrabakki. Hetta tí at tað er nógv lættari at spæla á høgrabakki, um tú ert vinstrhentur. Men teir leikararnir eru ikki nógvir, og tískil eru Áki Egilsnes og Eir Berg tveir hentir leikarar hjá ávikavist VíF og neistanum. Áki Egilsnes varð skaddur í januar mánaði í ár. Eitt bein í lítlu tá brotnaði, og gjørdi tað at hann ikki fekk spælt í fleiri vikur. Tað merktist hjá VÍF at ki var skaddur. Stigini vórðu tung at draga í hús, men hann var fyri VÍF tíbetur ikki langtíðarskaddur. Hann kom skjótt í form aftur, og spældi teir síðstu dystirnar fyri VÍF í hesum kappingarárinum. Hann vendi flott aftur frá skaða og í kvøld kosin at vera ársins stjørnuskot bert 17 ára gamal. Teir tilnevndu til ársins stjørnuskot Julian Olsen, VÍF Áki Egilsnes, VíF Kjartan Johansen, STÍF Eir Berg er bert 18 ára gomul og hevur verið ein sera týðandi leikari fyri neistan í ár. Hon hevur eitt ómetaliga gott skot, og er av lyndi ein róligur leikari. Hóast hon einki gull vann við besta liðnum í ár, so royndi hon seg í einari steypafinalu í móti Kyndli. Neistin tapti fyri Kyndli í finaluni, og vórðu ov stuttar til eitt finalupláss um føroyarameistaraheitið. Ein silvur og ein bronsa er tað Eir Beg stendur eftir við um hálsin, men í kvøld varð hon ársins stjørnuskot 2014. Tær tilnevndu til ársins stjørnuskot Eir Berg, Neistin Mina Sirdal, Stjørnan Anna Brimnes, Kyndil Um tvey tíðina sunnunáttina tók politiið ein ungan mann í Havn. Fráboðan var komin um, at maðurin leitaði eftir einum øðrum manni, sum hann, sambært fráboðanini, skuldi gera enda á. Handtikni maðurin var ikki soleiðis fyri, at til bar at avhoyra hann alt fyri eitt. Hann varð koyrdur í kliva í Klaksvík at sova. Eftir døgurða sunnudagin varð hann so avhoyrdur. Maðurin hevði knív uppi á sær, tá hann varð tikin. Knívin hevur hann keypt á netinum, greiddi hann politinum frá. Politiið tók knívin frá manninum. Maðurin varð latin leysur eftir avhoyringina. Mett varð ikki, at grundarlag var fyri at halda grundlógaravhoyring og krevja mannin varðhaldsfongslaðan. Ungi maðurin er tó skuldsettur fyri hóttan. Sambært politinum mintis maðurin ikki nógv frá sunnunáttini. Orsøkin til minnisloysið var ein blandingur av heilivági og rúsdrekka. Tríggir starvsmenn á Havstovuni hava biðið ein advokat gera Havstovuna og Fiskimálaráðið varugt við, at teir eiga upphavsrættin til tekningarnar av havrannsóknarskipinum, sum ætlanin er, at privat skulu byggja og síðani leiga Havstovuni. Sambært skrivi frá Sigmundi Poulsen, advokati, til Fiskimálaráðið, kann Havstovan ikki lata øðrum tekningarnar ella kravspesifikasjónirnar at byggja skipið eftir uttan loyvi frá teimum, sum eiga upphavsrættin. Sjóvinnustýrið kann seta skipi siglingarbann, um skipið er fongt við brekum, ella aðrar umstøður eru, sum kunnu seta lív og heilsu í vanda hjá fólkinum umborð. Upplýsingarnar, sum komu fram beint eftir vanlukkuna hjá Anitu, bendu á eitt arbeiðsóhapp. Ongar ábendingar vóru um, at nakað var galið við sjálvum skipinum, ella at lív ella heilsa hjá manningini annars vóru í vanda. Tað sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, í svari til Gunnvør Balle, løgtingskvinnu, sum, eins og nógv onnur, undrast á, at Anita ikki fekk boð um at koma til lands so skjótt sum hon var liðug at leita eftir manninum, sum fór fyri borð við gørnunum. Landsstýrismaðurin sigur, at klassin sýnaði Anitu 16.januar, tríggjar vikur, áðrenn vanlukkan. Og klassin hevði onga serliga viðmerking um standin á skipinum. Sjóvinnustýrið viðger málið sum eina arbeiðsvanlukku, svarar Johan Dahl. Hann sigur, at eftirlit um borð á Anitu, tá hon var komin í havn, avdúkaði, at trygdarvenjingarnar høvdu ikki verið nóg fullfíggjaðar. Sjóvinnustýrið er ikki liðugt at kanna vanlukkuna og hevur tí heldur ikki gjørt nakra niðurstøðu enn, hevur Útvarpið fingið at vita haðani. Gunnvør Balle spyr eisini, um nakar myndugleiki tryggjar, at manning á fiskiskipum fær sína hýru, aftan á at teir eru farnir heim. Svarið er nei. Eingin myndugleiki kann tryggja, at útlendingarnar, sum vóru við Anitu, fáa sína hýru. Samanumtikið sigur Johan Dahl, landsstýrismaður, at hann fyri sítt málsøki í landsstýrinum kann siga, at eingi viðurskifti hjá Anitu kundu ikki góðtakast. Strikuspælari Nicoleta Hansen Neistin Ársins lið hjá monnum Málverji Mladin Mjerimarka Kyndil Vinstri vongur Bogi Davidsen H71 Vinstri bakkur Sveinur Justinussen STÍF Miðja Dzusko Petrusic Team Klaksvík Høgri bakkur David Edvardsen Kyndil Høgri vongur Niklas Selvig KÍF Strikuspælari Hørður Sigtórson Kyndil Havsbrún, sum Bakkafrost eigur, hevur keypt 41,15 prosent afturat í Hanstholm Fiskemelsfabrik í Hanstholm og eigur nú meirilutan í verksmðjuni, Havsbrún eigur 81,01 prosent. Mikudagin hitti løgmaður bæði Alex Salmond, fyrstaráðharra Skotlands, og Alistair Carmichel, ið er ráðharri hjá bretsku stjórnini í skotskum viðurskiftum. Og á skránni var millum annað oljuvinna, útbúgving og fiskivinna. Løgmaður segði í flaggdagsrøðu síni, at við møguleikanum at finna gas og olju í Føroyum, verður sambandi til Bretlands væntandi nærri. Oljan.fo skrivar, at ítøkilig uppskot vóru frammi um samstarv á oljuøkinum á fundinum við bretska ráðharran. Bretski ráðharrin skeyt millum annað upp, at Føroyar skulu vera partur av tí samstarvi, sum bretskt vinnulív og myndugleikar í løtuni raðfesta sera høgt. Skrivar oljan.fo. Tað kemur í kjalarvørrinum á tí seinastu frágreiðingini hjá kenda bretska vinnulívsmanninum Ian Wood, hvørs niðurstøða er, at samstarv millum fyritøkur og millum myndugleikar í sambandi við oljumenningina er fremsta ynskið fyri at røkka longur fram á mál í bretska oljuídnaðinum. Tað er, sum skilst, lítið, fyri ikki at siga einki, sum landsstýrið kann gera øðrvísi í slíkum málum sum tí um vanlukkuna hjá garnaskipinum Anitu, sum misti ein mann tann 11.februar. Tað er niðurstøðan, nú tríggir landsstýrismenn hava svarað spurningum um Anitu, sum Gunnvør Balle, løgtingskvinna, hevur spurt um. Gunnvør Balle heldur, at landsstýrið átti at sett eina umfatandi kanning í verk fyri at koma út í hvønn krók í hesum máli fyri at finna hol í millum annað lógini um trygd á sjónum. Ikki heimild at geva siglingarbanni Fortreytirnar fyri at geva garnaskipinum Anitu siglingarbann eftir vanlukkuna, tá skipið misti ein mann, vóru ikki har. Sjóvinnustýrið kann seta skipi siglingarbann, um skipið er fongt við brekum, ella aðrar umstøður eru, sum kunnu seta lív og heilsu í vanda hjá fólkinum umborð. Upplýsingarnar, sum komu fram beint eftir vanlukkuna hjá Anitu, bendu á eitt arbeiðsóhapp. Ongar ábendingar vóru um, at nakað var galið við sjálvum skipinum, ella at lív ella heilsa hjá manningini annars vóru í vanda. Tað sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, í svari til Gunnvør Balle, løgtingskvinnu, sum, eins og nógv onnur, undrast á, at Anita ikki fekk boð um at koma til lands so skjótt sum hon var liðug at leita eftir manninum, sum fór fyri borð við gørnunum. Og Johan Dahl sigur, at hann er samdur við Sjóvinnustýrið. Sjóvinnustýrið hevði ikki heimild at geva Anitu siglingarbann. Landsstýrismaðurin sigur, at klassin sýnaði Anitu 16.januar, tríggjar vikur, áðrenn vanlukkan hendi. Og klassin hevði onga serliga viðmerking um standin á skipinum. Trygdarvenjingarnar ikki fullfíggjaðar Sjóvinnustýrið viðger málið sum eina arbeiðsvanlukku, svarar Johan Dahl. Hann sigur, at eftirlit um borð á Anitu, tá hon var komin í havn, avdúkaði, at trygdarvenjingarnar høvdu ikki verið nóg fullfíggjaðar. Sjóvinnustýrið er ikki liðugt at kanna vanlukkuna og hevur tí heldur ikki gjørt nakra niðurstøðu enn, hevur Útvarpið fingið at vita haðani. Eingin mynduleiki tryggjar hýru Gunnvør Balle spyr eisini, um nakar myndugleiki tryggjar, at manning á fiskiskipum fær sína hýru, aftan á at teir eru farnir heim. Svarið er nei. Eingin myndugleiki kann tryggja, at útlendingarnar, sum vóru við Anitu, fáa sína hýru. Tá er tó ikki sagt, at manningin á Anitu ikki fekk ella fær sínar pengar. Reiðarin hevur sagt, at avroknað verður við manningina. Samanumtikið sigur Johan Dahl, landsstýrismaður, at hann fyri sítt málsøki í landsstýrinum kann siga, at eingi viðurskifti hjá Anitu kundu ikki góðtakast. Anita hevði ikki undantaksloyvi at lata gørn standa Gunnvør Balle spurdi eisini tveir aðrar landsstýrismenn um Anitu, Jørgen Niclasen um skattaviðurskiftini hjá manningini og Jacob Vestergaard um gørnini hjá Anitu. Jacob Vestergaard svarar, at reiðaríið hjá Anitu hevði ikki undantaksloyvi at lata gørnini hjá Anitu standa í sjónum longur enn 72 tímar. Men reiðaríið hevði bara Anitu til at draga gørnini. Og Anita fekk siglingarbann frá Sjóvinnustýrinum, tá skipið kom í føroyska havn 23.februar. Fiskiveiðieftirlitið kundi heldur ikki tvinga reiðaríið til at taka gørnini inn. Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sum hevur svarað einum fyrispurningi frá Gunnvør Balle, løgtingskvinnu. Fiskiveiðueftirlitið ikki heilild at taka gørnini inn Jacob Vestergaard sigur eisini, at Fiskiveiðieftirlitið metti seg ikki hava heimild til at útvega annað skip ella lata eitt av sínum egnu skipum draga gørnini hjá Anitu og senda reiðaranum rokning fyri tað. Fiskiveiðieftirlitið kundi havt drigið gørnini fyri egnu rokning, men tað loyvir fíggjarkarmurin hjá stovninum ikki. Harafturat eru hvørki Brimil ella Tjaldrið egnað til at draga gørn, reiðskapurin hevði farið illa, og fiskurin hevði farið fyri borð, sigur landsstýrismaðurin. Anita hevði góðkenda invigingarskipan Fiskimálaráðið fekk 4.mars í fjør eitt bræv frá Føroya Fiskimannafelag, sum boðaði frá lógarbroti, bæði viðvíkjandi manningarviðurskiftunum á Anitu, og at Anita hevði landað í Miðvági, har sum eingin innvigingarskipan er. Fiskimálaráðið sendi skrivið til Fiskiveiðieftirlitið, sum svaraði Fiskimannafelagnum 6.mars í fjør, at Anita hevur góðkenda innvigingarskipan. Fiskinum nýtist tí ikki at fara um aðra innvigingarskipan, tá hann kemur í land. Fer at biðja løgtingið um heimild at draga gørn fyri eigarans rokning Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, heldur ikki, at tað er í lagi, at myndugleikin onga heimild hevur til at lata gørnini draga fyri eigarans rokning. Hann sigur, at hann fer at biðja løgtingið um slíka heimild. Gørnini hjá Anitu stóðu í fimm vikur til tey vórðu drigin. Avmarkað skattskylda í Føroyum Jørgen Niclasen, landsstyrismaður í fíggjarmálum, sigur, at útlendingar á føroyskum skipum hava avmarkaða skattskyldu í Føroyum. Manningin rindar 42 prosent í bruttoskatti, eingin frádráttur verður givin, heldur ikki fiskimannafrádráttur. Harafturat skal Samhaldsfasti 1,75 prosent frá manning og reiðaríi. Reiðarí, sum hava útlendska manning, hava skyldu til at gjalda hýruna um eitt avrokningarstað, sum landsstýrið hevur góðkent, so skatturin kann takast av hýruni. Gunnvør Balle ikki nøgd Gunnvør Balle í Tjóðveldi er ikki nøgd við tey svar, hon hevur fingið. Hon sigur, at hvørki hon ella flokkurin hava slept hesum málinum, men fara at gera uppskot um lógarbroytingar. Sammett við fyrr, ber nú til at enda allar próvtøkur eftir einum ári. Endamálið við nýggju skipanini er at skapa betri umstøður hjá vaksnum fólki at taka eina viðkomandi og breiða miðnámsútbúgving. Hanna Jensen sigur, at orsøkin til at skúlin er farin undir hesa nýggju skipanina er, at tað er ein vaksandi tørvur á einum meira liðiligum miðnámssskeiðið til vaksin. Nýggja skipanin er ætlað øllum, men er kanska serliga ein fyrimunur fyri fólk, ið av ymsum umstøðum ikki kunnu taka tvey ár í senn. Íblásturin til nýggju skipanina kemur úr Danmark og londunum rundan um okkum, sum hava meira fjøltátta miðnámstilboð til vaksin Ætlanin er at arbeiða við at gera tilboðið enn meira liðiligt, so til ber at gera seg lidnan við lærugreinar eftir styttri tíðarskeiðum. Nýggja skipanin fevnir ikki um tey, sum longu eru byrja uppá HF skeið, men til ber tó, um mann ynskir tað, at taka skeið eftir nýggju skipanini. Tað ber til at melda seg til vanligu HF breytina komandi ár á HF skeiðnum í Klaksvík. Skipsatstøðari. Eitt eftirgjørt og veruleikafjart heiti, sum neyvan fer at vinna frama. Brúkið heldur gamla, góða orðið dekkari. Reiðarafelagnum fyri farmaskip mælir heldur til, at heitið dekkari verður nýtt í staðin fyri skipsatstøðari . Skipsatstøðari virkar eftirgjørt og veruleikafjart og fer neyvan at vinna frama, sigur Reiðarafelagið fyri farmaskip í hoyringarsvari til Mentamálaráðið. Felagið heldur tað eisini hava týdning, at fulltiknir dekkarar eftir verandi reglum ikki verða noyddir at taka hetta grundskeiðið fyri at kunna halda fram í starvinum sum dekkari. Grundskeiðið í skipsatstøðaraútbúgvingini skal geva næminginum grundleggjandi ástøðiligar og verkligar førleikar, so næmingurin er førur fyri at átaka sær alt fyrifallandi arbeiði á dekki og í maskinrúmi á skipi á tryggan og fullgóðan hátt. Skeiðið varar hálvt ár. EB Streymur gjørdi eitt flott comeback, tá teir í dag vendu øllum á høvdi í seinastu minuttunum. Alt bendi á, at NSÍ skuldi fara víðari, tí tá 78 min. vóru spældir, var NSÍ á odda 3 0. Men upp á góðar tíggju minuttir vendi EB Streymur einum sera undirhaldandi dysti. Neyðugt varð við umdysti, og har skoraði Arnbjørn Hansen avgerandi málið, tá 95 minuttir vóru farnir. Úrslitini í fjórðingsfinalunum um Løgmannssteypið EB Streymur NSÍ 4 3 0 2 AB HB 0 2 0 1 Víkingur KÍ 3 0 1 0 B68 ÍF útsettur Lutakastið um hálvfinalurnar verður í 3 2 mánakvøldið Ársins verjuleikari Kvinnur Margit G. Joensen, Mjølnir Menn Rói Hentze, Fleyr Ársins blokkur Kvinnur Sóley M. Poulsen, KÍF Suni Juul Pedersen, Fleyr Ársins hevari Kvinnur Kristina Mouritsen, Dráttur Menn Ólavur Jensen, SÍ Ársins álopsleikari Kvinnur Gudrid Nolsøe, Mjølnir Menn Bárður Jacobsen, ÍF Umborð vera árabátar og útgerð. Ullvørur og bátasmíð verða sýnd fram og fyrilestrar hildnir eins og føroyskur dansur, og framsýning verður um føroyska mentan. Komandi ár verður stevnan í Álandi, og vónandi verður strandarmentanarstevnan hildin í Føroyum í 2016, upplýsir felagið Føroyskir træbátar. Um tvey tíðina sunnunáttina tók politiið ein ungan mann í Havn. Fráboðan var komin um, at maðurin leitaði eftir einum øðrum manni, sum hann, sambært fráboðanini, skuldi gera enda á. Handtikni maðurin var ikki soleiðis fyri, at til bar at avhoyra hann alt fyri eitt. Hann varð koyrdur í kliva í Klaksvík at sova. Eftir døgurða sunnudagin varð hann so avhoyrdur. Maðurin hevði knív uppi á sær, tá hann varð tikin. Knívin hevur hann keypt á netinum, greiddi hann politinum frá. Politiið tók knívin frá manninum. Maðurin varð latin leysur eftir avhoyringina. Mett varð ikki, at grundarlag var fyri at halda grundlógaravhoyring og krevja mannin varðhaldsfongslaðan. Ungi maðurin er tó skuldsettur fyri hóttan. Sambært politinum mintist maðurin ikki nógv frá sunnunáttini. Orsøkin til minnisloysið var ein blandingur av heilivági og rúsdrekka. Gunnvør Balle, løgtingskvinna, sigur, at landsstýrið sleppur sær undan ábyrgd í málinum um garnaskipið Anitu. Hon spurdi heilar tríggjar landsstýrismenn um málið. Men hon er als ikki nøgd við svarini, hon fekk, og heldur ikki við handfaringina hjá landsstýrinum. Fekst eisini við at mála og var fyrstu ferð við á framsýning í Havn í 1964. Ríkisantikvarurin P.V. Glob hjálpti honum inn á teknaraskúlan á Glyptotekinum í Keypmannahavn, Í 1966 fór hann til Noregs at arbeiða á einum garði. Gestur í morgun er Rasmus Rasmussen eisini kallaður Rasmus klipp fyri øll myndaklippini, sum hann ger. Rasmus hevur akkurát havt eina stóra myndaframsýning her um páskirnar og samstundis hevur hann sín seinasta arbeiðsdag nú mikudagin og kann so kalla seg pensjonist. Rasmus var í útvarpsstovuni í morgun Í døgunum 14. og 15.apríl vóru umboð fyri MBF Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum í Geneve og løgdu fram skuggafrágreiðing viðvíkjandi ST sáttmálanum um rættindi hjá teimum, sum bera brek. Framløgan var í Palais Wilson, sum er høvuðssætið fyri mannarættindi hjá ST. Hetta var ein serstakur møguleiki fyri MBF, sum er meginfelagið og harvið umboðar tey 23 limafeløgini við umleið 4000 limum. ST sáttmálin um rættindi hjá teimum, sum bera brek, varð samtyktur á Føroya Løgtingi 13. mai 2009. Grundað á sáttmálan peikar skuggafrágreiðingin á tey viðurskifti, sum Føroya løgting enn ikki nøktandi hevur tikið stig til fyri at íverkseta og harvið eisini halda sáttmálan. Ása Olsen frá Meginfelag Teirra Breðkaðu greiðir frá Tjóðveldi vil hava løgtingið at biðja landsstýrið kanna og leggja neyðug lógaruppskot fyri løgtingið, sum kunnu herða lóggávu, krøv og eftirlit við trygd og arbeiðsumhvørvi á føroyskum fiskiførum. Fiskimannafelagið skrivar, at fyri kortum var ein maður inni á gólvinum hjá felagnum og metti um trygdina á føroyskum fiskiskipum og um trygdina á norskum skipum. Formaðurin í Fiskimannafelagnum, Jan Højgaard, mælir til, at útbúgvingin, sum fiskimenn eiga at fáa, skal fevna um millum annað trygd, lóggávu og sáttmálaviðurskifti. Tjóðveldi sigur í sínum uppskoti, at munur tykist vera á trygdarkrøvum og reglum í frálandavinnuni, á farmaskipum og ferðamannaskipum og so fiskiskipum. Men fyri løtu síðani boðaði Mentamálaráðið frá, at landsroyndirnar eru avlýstar, upplýsir Lærarafelagið á sínari heimasíðu. Orsøkin er tøkniligar trupulleikar. Lærarafelagið sigur á sínari heimasíðu, at k lokkan átta í morgun settu næmingar í fjórða og sætta flokki seg til reiðar at fara til landsroynd. Men sum lærarar og Lærarafelagið hava spátt í langa tíð, so fóru tøkniligir trupulleikar at stinga seg upp, tí royndarroyndirnar hava gingið út av lagi illa. Og spádómurin er eftir øllum at døma gingin út. Dokeos skipanin hevur ikki virkað, sum hon eigur, og tí ber ikki til at fremja landsroyndirnar sum ætlað. Hvørt skúlarnir sjálvir kunnu gera landsroyndir, koma boð úr Mentamálaráðnum seinni í vikuni, men greitt er, at tað verður eingin felags landsroynd fyri alt landið í ár, sigur Lærarafelagið Mentamálaráðið sigur, at tað fer nú at gera eina ætlan um, hvussu landsroyndirnar í 2014 skulu fremjast. Seinasta bókin í søguni um sambandið millum Danmark og Føroyar seinastu 40 árini eftir Lisbeth Nebelong er júst komin út. Harvið er stóra kærleikssøgan millum føroyska Kára og donsku Lisu eisinin komin at enda . Heili 11 ár eru liðin, síðani N r engle spiller Mozart , fyrsta bókin í røðini, kom út í 2003. Fimm ár seinni kom onnur bókin við heitinum Færøblues , og nú endar høvundurin so trýbindsverkið við bókini Møde i mol . Í ljóðbrotinum greiðir Lisbeth Nebelong frá, hvat tað var, sum gjørdi, at hon av fyrstan tíð fór undir hesa longu ferðina gjøgnum ofta trupla sambandið millum Føroyar og Danmark saman við tveimum forelskaðum tannáringum. Hetta er flekk, hann ættlar at skriva eina grein. Flekk byrjar við at fylla yvirskriftina, hetta má hann gera við at brúka minni enn 50 tekn Flekk fyllir síðani undirheitið, hetta skal hann fáa at flylla minni enn 140 tekn. Nú kemur tað spennandi, Flekk skal nú skriva sín tekst. Hesin teksturin hevur ongar avmarkingar og Flekk kann tí brúka øll tey amboð til at fáa sín boðskap framm. Flekk fer nú at velja eina mynd, ið hóskar til greinina. Myndin, sum Flekk vil hava vísta á greinina, liggur ikki í myndasavn, tí má flekk leggja hana í myndasavnið áðrenn hann kann koyra hana í greinina. Tað er sera týdningarmikið fyri Flekk at geva myndina eitt navn ið forteldur hvat tað er fyri ein mynd, so kann Flekk skjótt finna myndina aftur, um hann vil brúka hana til eina aðra grein. Flekk veit at myndafólkið verða kedd, um tey ikki eru kreditera fyri at hava tikið myndina, tí skrivar Flekk hvør hevur tikið myndina. Flekk skal nú bóka greinina í ta evnið hann hevur skriva um, hetta ger hann við at fara í Tags tabbin. Í sektión teiginum hevur hann møguleika at bólka tað í fýra høvðus bólkar, hetta er týdningarmikið fyri hvar á síðuni greinin verður víst. Tá flekk hevur valt ein høvðus bólk, fer hann møguleika at velja ein undir bólk, hetta ger greinina lættari at finna hjá lesarum og er tí týdningarmikið at velja hetta eisini. Flekk hevur eisini møguleika at tagga greinina við tí tags hann sjálvur heldur vera týdningarmikið fyri greinina, hann veit at leitar ein lesari eftir akkra tí lykla orð sum hann hevur valt, so verður greinin framheva í leitifunksjónini. Flekk vil hava at greinin skal leggjast út á síðuna seinni, men hann hevur ikki hug at fara til arbeiðis aftur, fyri bara at leggja greinina út. Tí velur Flekk at publish a greinina í Raðfestin . Flekk vil sjálvandi hava greinina út á forsíðuna so øll kunnu lesa hana, tí velur hann Promoted to front page . Flekk setti flugubein í Published og gloymdi at greinin skuldi út seinni. Men Drupal er smart og fjernar flugubeini og setur tað á aftur, tá ið greinin skal út. Flekk hevur brúkt tilfar frá øðrum, tí skrivar hann eisini tey á sum rithøvind Ákærdi maðurin hevur verið í varðhaldi síðani 14.juli. Hann hevur noktað seg sekan, tí hann sigur seg einki minnast um sunnumorgunin 14.juli í fjør. Jónleif Johannesen er fyrstilærari í skúlanum á Fossánesi. Hann er eisini næstformaður í Lærarafelagnum, sum mælti Mentamálaráðnum frá at hava landsroyndirnar í dag. Í morgin verður spurt á almennum fundi, um verandi bygnaður í landsfyrisitingini er tann skynsamasti at brúka í føroyska samfelagnum. Fiskimálaráðið viðger í løtuni 14 umsóknir um loyvi at fiska uppsjóvarfisk í ár. Hetta eru umsóknir frá øðrum skipum enn teimum, sum longu hava veiðiloyvi. Landsstýrismaðurin svarar, at bara loyvi at fiska makrel og norðhavssild eru komin afturat síðani 2010. Í 2010 vórðu latin 36 slík nýggj fiskiloyvi, tey vóru 62 í 2011, 2012 vórðu latin 142 nýggj fiskiloyvi, og í fjør var talið 123. Bara fiskifør, sum frammanundan høvdu veiðiloyvi, hava fingið hesi nýggju fiskiloyvini. Tó hava fiskifør, har veiðiloyvið hjá øðrum skipi sambært lógini um vinnuligan fiskiskap er flutt á fiskifarið, fingið fleiri enn tað eina fiskiloyvið. Men tíðarætlanin heldur, og depilin verður liðugur á sumri 2016, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, í svari til Gunnvør Balle, løgtingskvinnu. Gunnvør Balle spyr, um ætlanin er flyta 100 milliónir krónur av íløgujáttanini til Marknagilsdepilin frá 2016 til 2015, so depilin kann takast í nýtslu í 2016. Bjørn Kalsø sigur, at Landsverk hevur kunnað Mentamálaráðið um, at Landsverk metir, at brúk er fyri fleiri pengum til byggingina næsta ár enn tað, sum er sett av í langtíðaríløguætlanini í fíggjarkørmunum hjá landsstýrinum og í fíggjarlógini. Mentamálaráðið hevur tikið hesa kunning til eftirtektar. Bjørn Kalsø sigur, at hann hevur boðað landsstýrinum og løgtinginum frá hesum. Hiigartil hava umbønirnar um játtan hjá Landsverki og rætti tørvurin á peningi ikki samsvarað neyvt, sigur Bjørn Kalsø. Leggjast skal tó afturat, sigur Bjørn Kalsø, at nú ferð er sett á byggingina, og sáttmálar verða undirskrivaðir við arbeiðstakarar, er meira sannlíkt, at lættari verður hjá Landsverki at meta neyvari um játtanartørvin. Sambært upplýsingum frá Landsverki gongur byggingin í Marknagili tó eftir ætlan, bæði tíðarætlan og kostnaðarætlan halda sum er, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður. Í morgun vitjaði bólkurin Devon Góðan morgun Føroyar. Tað er í samband við at Devon eftir umleið 20 ára steðg aftur skal á pallin til Classic Rock show komandi leygarkvøld. Er kvinnan bara eitt grenj, ið hevur tørv á at hava okkurt fríðtíðarítrív sjálv Ella eigur maður hennara at verða meira heima hjá børnum, konu og húsi Turið Horn, parráðgevi, svarar hesi kvinnu. Eisini havi vit fingið eitt bræv frá eini kvinnu, sum tendrar upp á aðrar kvinnur, og hevur verið saman við kvinnum. Tó so, so elskar hon sín mann, tendrar upp á hann, og vil ikki missa tað, tey hava saman. Triðja brævið er frá kvinnu, sum bert hevði hug til sex fyrstu tvey árini av parlagnum. Hon hevur tó sex javnan við sjeikinum, men tá er tað við ringum tannabiti. Hetta veit sjeikurin væl, og tí er hon nú bangin fyri, at sjeikurin ikki tímir hetta lívið leingið afturat. Hestmaðurin Pól á Kletti, sum í mong ár hevur verið blaðmaður á Dimmalætting, er søgufróður maður og gløggur eygleiðari. Hann sigur okkum frá ymiskum í sambandi við bygdina. Ungi havnarmaðurin Hugo Joensen, sum er hálvur hestmaður, er ein teirra, ið hevur verið nógv í Hesti í uppvøkstrinum. Tá vit vitja, fyrireika hann og onkrir vinmenn eina stóra eplaveltu. Í bønum hitta vit eisini hestmannin Petur Lyngvej, sum er sannførdur um, at ein tunnil hevði verið bjargingin fyri Hestbygd. Hjúnini Fríðbjørg og Magnus Zachariassen eru vónbrotin um, at Hestur ikki varð tikið upp á tunguna, tá Løgtingið samtykti Sandoyrartunnilin. Bøgarðararnir skulu sjálvsagt haldast í seyðahøgum standi tá seyðurin fer av bønum, og vit hitta svágrarnar Jan Odmarsson og Mayfinn Norðoy, sum laða grótgarð. Tróndur Lyngvej hevur framvegis útróðrarbát, hóast fiskiskapurin hevur verið smáligur hesi seinastu árini. Men úrslitið av norðhavsróðrinum í vár var hampiligt. Tróndur hevur ætlanir um at gera meira við ferðavinnuna og at skipa fyri gongutúrum í Hesti. Allir nevndarlimirnir í Bygdafelagnum Randarsól eru búsettir aðra staðin. Nevndarlimirnir Óluva Zachariasen og Sæbjørn Johannesen, sum vit hitta í bygdastovuni meðan tey rigga til stórt páskabingo, siga, at felagið bindur øll hestfólk saman. Í barnaheiminum hjá Pól á Kletti hitta vit systrina Josefinu Strøm, vanliga nevnd Nina, sum ferðast har á páskum saman við manninum. Tey búgva í Trongisvági og Nina sigur, at øll familjan hevur stórta gleði av túrunum í Hesti. Og 79 ára gamli Ansgar Lenvig, sum í mong ár hevur verið við í bygdalívinum í Hesti við lív og sál, umhugsar nú at flyta av oynni og til Havnar, tí konan er vorðin sjúk og má vera í Havn. Í dag eru vit í Gøtu, tí í Gøtu er sangleikurin Oliver Twist á palli. Ria Tórgarð er leikstjóri og 59 leikarar eru við. Fleiri av leikarunum eru børn, og tey fara í dag at greiða frá. Eisini hoyra vit brot úr leikinum. Eisini fer Bergur Djurhuus Hansen, bókmentafrøðingur at greiða frá Charles Dickens, sum hevur skrivað vælkendu søguna um Oliver Twist. Mánadagin 7. apríl var altjóða frásøgudagur, Eyðun Salberg Magnussen, sum hevur verið í starvsvenjing í Kringvarpinum, var við Barnaútvarpinum í Norðurlandahúsinum henda dagin. Reytt er kærleiki er bók í trimum pørtum. Beinta Clothier lesur og Finnur Hansen ger ljóðmyndina. Í hesari bókini er Lý komin aftur úr Amerika, har hon hevur búð, og tað hóvar ikki Elini, tí dreingirnir fjeppast so nógv uppi í henni. Og so er spurningurin, hvør fær høvuðsleiklutin í leikinum, sum flokkurin skal spæla. Hinar bøkurnar um Elina og tey í flokkinum eru Mussa meg týsdagin og Eg elski teg av øllum mínum jarta. Unni Lindell skrivaði og Hjørdis Heindriksdóttir týddi til føroyskt. Reytt er kærleiki er bók í trimum pørtum. Beinta Clothier lesur og Finnur Hansen ger ljóðmyndina. Í hesari bókini er Lý komin aftur úr Amerika, har hon hevur búð, og tað hóvar ikki Elini, tí dreingirnir fjeppast so nógv uppi í henni. Og so er spurningurin, hvør fær høvuðsleiklutin í leikinum, sum flokkurin skal spæla. Hinar bøkurnar um Elina og tey í flokkinum eru Mussa meg týsdagin og Eg elski teg av øllum mínum jarta. Unni Lindell skrivaði og Hjørdis Heindriksdóttir týddi til føroyskt. Reytt er kærleiki er bók í trimum pørtum. Beinta Clothier lesur og Finnur Hansen ger ljóðmyndina. Í hesari bókini er Lý komin aftur úr Amerika, har hon hevur búð, og tað hóvar ikki Elini, tí dreingirnir fjeppast so nógv uppi í henni. Og so er spurningurin, hvør fær høvuðsleiklutin í leikinum, sum flokkurin skal spæla. Hinar bøkurnar um Elina og tey í flokkinum eru Mussa meg týsdagin og Eg elski teg av øllum mínum jarta. Unni Lindell skrivaði og Hjørdis Heindriksdóttir týddi til føroyskt. Vit hoyra fyrsta part av søguni um Páll Fanga. Tá ið pápi Páll doyr, verður Páll lagdur undir at hava beint fyri honum við eitri, og tí flýggjar og krógvar hann seg í fjøllunum í Kalsoynni. Men Páll sleppur ikki so, men verður tikin og settur í Skansan. Hann flýggjar og krógvar seg í fjøllunum, men verður aftur tikin og settur í Skansan. Hetta er ein nýskrivað søga um Páll Fanga, har høvdundurin gevur henni ein nýggjan, øðrvísi enda. Oddvør Johansen skrivaði bókina. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav bókina út í 2013. Edvard Fuglø myndprýddi. Páll Danielsen lesur bókina. Finnur Hansen ger ljóðmyndina. Vit hoyra annan part av søguni um Páll Fanga. Tá ið pápi Páll doyr, verður Páll lagdur undir at hava beint fyri honum við eitri, og tí flýggjar og krógvar hann seg í fjøllunum í Kalsoynni. Men Páll sleppur ikki so, men verður tikin og settur í Skansan. Hann flýggjar og krógvar seg í fjøllunum, men verður aftur tikin og settur í Skansan. Hetta er ein nýskrivað søga um Páll Fanga, har høvdundurin gevur henni ein nýggjan, øðrvísi enda. Oddvør Johansen skrivaði bókina. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav bókina út í 2013. Edvard Fuglø myndprýddi. Páll Danielsen lesur bókina. Finnur Hansen ger ljóðmyndina. Føroysku fólkatingssessirnir skulu avtakast, heldur Kári P. Højgaard, formaður í Sjálvstýrisflokkinum, sum hevur lagt uppskot til samtyktar fyri tingið, um hetta. Danskir politikarar halda, at talið av limum í Fólkatingingum skulu lækka úr 179 niður í 150. Kjak millum Kára. P. Højgaard og Helga Abrahamsen, tingmann fyri Sambandsflokkin, í sjónvarpinum beint eftir Dag og Viku í kvøld. Vertur er Beinta Løwe. Eisini greiða Rógvi Rasmussen og Maria Winther Olsen okkum frá um tiltakið Klippfisk á ferð, um teir 8 føroysku filmarnar, og um hvørjir filmar eru í framleiðslu. Filmarnir, ið verða umrøddir, eru Vetrarmorgun eftir Sakaris Stórá, Paint og Eg, ið báðir eru Nollywood framleiðslur, Ljós eftir Daniel Jensen, Munsch eftir Jónfinn Stenberg, John eftir Juliu í Kálvalíð, Eina eftir Andreas Høgenni, og True love eftir Heiðrik av Heygum. Akstovan lat í gjár politistøðunum kring landið 445 mál um vegskattaeftirstøður, til at taka nummarspjøldrini av akførum, sum enn ikki hava goldið vegskatt fyri fyrra hálvár 2014. Akstovan skrivar á síni heimasíðu, at kann eigarin av akfarinum ikki vísa kvittan fyri goldna vegskattaeftirstøðu, tekur politiið nummarspjøldrini av akfarinum. Johan Dahl vil hava lógina broytta, so lógin svarar til mannagongdina, sum tey, sum umsita Barsilsskipanina, brúka, tá tey rokna út, hvussu nógv fólk eiga at fáa, tá tey fara í barsilsfarloyvi í styttri tíð enn ein mánað. Ein maður, sum fór í barsilsfarloyvi í ein hálvan mánað í fjør summar, kærdi, tí hann metti seg at hava fingið 4.404 krónur ov lítið frá Barsilsskipanini. Talan er um at tulka tað, sum galdandi lóg sigur um útrokningargrundarlagið, tá fólk skulu hava barsilspengar fyri minni enn ein mánað. Maðurin, sum kærdi, fekk 11.290 krónur frá Barsilsskipanini. Men hann metti seg at eiga 15.694 krónur Og tað átti hann eisini, segði Kærunevndin. Avgerðin hjá Kærunevndini er endalig í fyrisitingini. Annað árið á rað skipar frælsafelagið Hvirlan fyri mannfólkarenning. Tiltakið í fjør var somikið væl eydnað, at vit taka táttin upp aftur, sigur Birna Abrahamsen, sum er nevndartlimurí Hvirluni. Mannfólkini vóru so væl nøgd, at vit ongantíð hava ivast í at skipa fyri hesum aftur í ár, sigur Birna Abrahamsen við Góðan Morgun Føroyar. Lurtið eftir samrøðuni her 2014 verður vónandi árið, tá føroyska flaggið ger eitt stórt lop upp eftir á hvíta listanum við skipum, sum lúka krøvini, sett vera til skip. Listin eitur hvíti listin hjá felagsskapinum Paris Mou. Kortini vóru fleiri kanningar í fjør enn í ár. Í fyrsta ársfjórðingi í fjør vóru 46 kanningar. Tær vóru bara helvtina so nógvar í ár. Hetta kann merkja, sigur Sjóvinnustýrið, at vit nú loksins síggja ágóðan av, at føroyska flaggið er á hvíta listanum. Skipini verða ikki kannað so ofta. Talið av viðmerkingum um kannað føroysk skip er tó minkað lutfalsliga meira enn kanningartalið. Í fjør vóru 108 viðmerkingar, í ár 42. Sjóvinnustýrið sigur seg hava hert eftirlitið við skipum og feløgum, sum hava vánalig úrslit ella ó nøktandi úrslit. Sjóvinnustýrið er farið undir eina e ftirlitsherferð. Eftirlitsfólk gera eyka eftirlit á valdum skipum. Higartil eru seks skip kannað í ár. Á trimum skinum funnu eftirlitsfólkini umstøður, sum sannlíkt høvdu endað við, at skipini høvdu blivið afturhildin innan stutta tíð. At annað hvørt skip ikki er í lagi merkir, at Sjóvinnustýrið valdi røttu skipini at kanna. Eisini er hetta greið ábending um, at herferðin eigur at halda fram, sigur Sjóvinnustýrið . Vit hoyra triðja part av søguni um Páll Fanga. Tá ið pápi Páll doyr, verður Páll lagdur undir at hava beint fyri honum við eitri, og tí flýggjar og krógvar hann seg í fjøllunum í Kalsoynni. Men Páll sleppur ikki so, men verður tikin og settur í Skansan. Hann flýggjar og krógvar seg í fjøllunum, men verður aftur tikin og settur í Skansan. Hetta er ein nýskrivað søga um Páll Fanga, har høvdundurin gevur henni ein nýggjan, øðrvísi enda. Oddvør Johansen skrivaði bókina. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav bókina út í 2013. Edvard Fuglø myndprýddi. Páll Danielsen lesur bókina. Finnur Hansen ger ljóðmyndina. Enn eru tríggjar sýningar eftir til Klippfisk á ferð, og Rógvi Rasmussen fyriskipari sigur at hóast stóran eftirspurning, so verða ikki fleiri sýningar gjørdar afturat. Sigga Vang var til sýningina í Nólsoy sunnukvøldið í Royndarhúsinum. Hon greiddi frá hvussu henni dámdi tiltakið og hvør filmur hugtók hana mest. Í morgun høvdu vit ein gongutúr og hann var inni á Nesi har Ólavur Magnussen var frásøgumaður. Túrurin byrjaði inni í teimum gomlu húsunum í Gerðinum, síðani varð greitt frá um Kvíggjarheyggi, síðani varð steðgað á Heyggi og túrurin endaði við gomlu kanónina á Nesi Vit hava longu fólk á byggiplássinum, sum eru farin í gongd við at fyrireika arbeiðið, sum vit skulu gera, sigur Pauli Hofgaard, stjóri í LM Electric, á heimasíðuni hjá Landsverki. . Í løtuni eru okkurt um hálvthundrað mans á byggiplássinum við Marknagil. Seinastu vikurnar hava teir stoypt fundament og veggir. Nógv jørðarbeiði er eisini eftir. Kjartan Hoydal, fyrrverandi fiskivinnustjóri, mælir til, at tey 17 árini, sum verandi bygnaðurin í miðfyrisitingini nú hevur virkað, verður endurskoðaður. Tað var tilmælið hjá Niels Winther, ráðgeva í Vinnuhúsinum, tá almenn hoyring um broytingar í bygnaðinum í miðfyrisitingini var í gjár. Yvir 30000 ferðafólk koma til Gjáar um árið, men tey fastbúgvandi halda, at bygdin fær onki afturfyri. Tað skal nú broytast. Bygdarfólkini ætla at krevja bummgjald frá ferðafólkunum, bæði føroyingum og útlendingum, fyri at fáa tey ferðandi leggja eitt oyra eftir í bygdini, sum so møguligani kann fíggja ein tunnil til bygdina. Tað var annað av evnunum í sendingini. Hitt evnið var, at vit í hesum døgum, hoyra so nógv um tað sokallaða nevndingatingið ið situr í Føroyarætti. Freistin hjá kommunum at skipa seg í samastarvsøki er uti í dag. Og nú kommunurnar hava gjørt samstarvsavtalur, er greitt, at tað vera átta samstarvsøki, ikki seks, sum landsstýrið annars ætlaði. Fuglafjørður og Eysturkommuna, sum annars skuldu vera saman við hinum kommununum í Eysturoynni, hava gjørt samstarv sínamillum. Tað merkir, at flestu hinar kommunurnar í Eysturoynni vera saman í einum samstarvi. Annars eru, sum landsstýrið eisini ætlaði, Norðoyggjar eitt øki, Suðurstreymur eitt øki, Sandoyggin eitt øki, og Suðuroyggin eitt øki. Tá listasølur selja listaverk fyri onnur, eiga tær at lata listafólkinum ein part av pengunum, sum fáast fyri søluna. Tað er, tá talan er um endursølu. Sambært kunngerðini verður f ylgirættargjald rindað við endursølu, tá seljarin, keyparin ella millummaðurin arbeiða á listaverkamarknaðinum, eitt nú á einum uppboðsstovni, í einum listaverkahandli ella í eini listaverkasølu. Fylgirættargjaldið, sum listafólkið, fær er í evrum í kunngerðini hjá Mentamálaráðnum. Tað kann ikki vera meira enn 12.500 evrur fyri eintakið. 12.500 evrur eru tað sama sum góðar 93.000 krónur Gjaldið verður roknað í prosentum av tí, sum listaverkið verður endurselt fyri. Eitt verk, sum verður selt fyri til dømis 3.000 evrur, gevur 300 evrur í fylgirættargjaldi. Verður verkið selt fyri 500.000 evrur, fær listafólkið 2.500 evrur í sín part. Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini samdust í gjárkvøldið um at leingja sáttmálarnar til í annaðkvøld á midnátt. Partarnir hava samráðst uttan steðg síðan mánamorgunin. Men í dag, 1.mai, binda tey frið. Samráðingarnar verða tiknar upp aftur í morgin ári klokkan 10.00. Samráðingarnar byrjaðu fyrst í apríl, tá feløgini løgdu fram krøv síni. Føroya Arbeiðsgevarafelag sigur, at sáttmálarnir við arbeiðarafeløgini eru teir fyrstu, sum skulu gerast í nýggja samráðingarumfarinum hjá Arbeiðsgevarafelagnum. Úrslitið av hesum samráðingum er tí týdningarmikið fyri allar aðrar samráðingar, tí hesar samráðingarnar, sum nú eru, eru grundarlagið fyri hinum. Partarnir hava longu gjørt avtalu um fráboðan um arbeiðssteðg. Verkfall ella verkbann skal fráboðast í minsta lagi 48 tímar frammanundan. Verður fráboðað fyri middag, verður roknað til á middegi, og verður fráboðað eftir middag, verður roknað til á midnáttt. Tí vera millum 48 og 60 tímar frá tí, at verkfall ella verkbann er fráboðað, til tað byrjar. Klaksvíkar kommuna og Bústaðir fingu bara tvey tilboð upp á arbeiðið at byggja 30 leigubústaðir við Biskupstorgið í miðbýnum í Klaksvík. Tilboðið hjá MT Højgaaard er 97.5 milliónirkrónur MT Højgaard hevur eisini eitt boð upp á at brúka betongelement heldur enn at stoypa á staðnum. Tað tilboðið er 95,6 milliónir krónur Telefyritøkurnar skulu hava fingið loynilurtiskipanina at virka í seinasta lagi 1.juli næsta ár, men krøvini koma í gildi um tveir mánaðir. Hóast óvissa framvegis valdar um, hvussu eftirlitið við loynilurtiskipanini og persónsviðkvomu dátagoymslunum skal skipast, og hvør skal hava tað, føroyskur ella danskur eftirlitsstovnur, kemur seinasta stigið í stóra avlurtingarpakkanum í gildi longu um tveir mánaðir. Tað er lógin, sum áleggur telefyritøkunum at hjálpa løgregluni at gera inntriv í fráboðanarloyndina og síggja til, at tøkniliga útgerðin og skipanir eru soleiðis, at løgreglan fær tær upplýsingar, sum hon vil hava. Týsdagin segði stjórin í Dátueftirlitinum, Eyðhild Skaalum, at tey mæla tinginum frá at samtykkja krøvini til telefyritøkurnar, so leingi, sum óvist er, hvørt donsk lóg ella føroysk lóg er galdandi. Hetta merkir, at eftirlitsparturin, parturin um dátutrygd, als ikki er fingin upp á pláss, men landsstýrismaðurin í vinnumálum vikast ikki av hesum. Í viðmerking til Dátueftirlitið sigur Vinnumálaráðið, at longu nú verða sambært galdandi rættargangslóg upplýsingar útflýggjaðir millum telefeløgini og løgregluna. At áleggja fjarskiftisveitarunum at hava útgerð tøka til avlurting broytir tí ikki stórvegis ta mannagongd, sum longu er í dag, sigur Vinnumálaráðið. Vinnumálaráðið er tó samt við Dátueftirlitið í, at viðurskiftini viðvíkjandi persónsupplýsingarlógini eiga at verða fingin uppá pláss. Sambært gildiskomuásetingini í uppskotinum skulu krøvini viðvíkjandi útgerð til avlurting av fastnettelefoni, fartelefoni og SMS og fjarskiftiseftiransan verða lokin í seinasta lagi 1.juli 2015. Vinnumálaráðið metir tí, at tað átti at borið til hjá Løgmansskrivstovuni at fingið viðurskiftini viðvíkjandi persónsupplýsingarlóggávuni upp á pláss við danska Løgmálaráðið, áðrenn lógin kemur í gildi. Seinasti partur í loynilurtiskipanini verður samtyktur, helst longu í komandi viku, hóast eftirlitsparturin við loynilurtingini enn hongur í leysum lofti. Løgmansskrivstovan hevur ikki enn fingið boð úr danska Løgmálaráðnum um, hvør lóg skal galda, ein gomul donsk lóg frá 1978, tann nýggjara danska, sum er í gildi í Danmark, ella kanska føroyska persónsdátalóggávan. Herfyri fýltist Johan Dahl, landsstýrismaður, á, at embætisfólk í miðfyrisitingi brúka alt ov nógva arbeiðsorku og tíð til at lata fjølmiðlum og borgarum alment innlit. Men ein samanteljing hjá arbeiðsbólkinum, sum gjørdi uppskot um broytingar í miðfyrisitingini, vísir, at arbeiðið at geva alment innlit er bara 4,5 prosent av tí, sum embætisfólkini gera. Tað er arbeiðið at svara spurningum frá landsgrannskoðaranum og Løgtingsins umboðsmanni talt við. Fíggjarnevndin hjá løgtinginum minnir landsstýrið á, at tað eigur at tryggja kommununum, at tær vera ikki verri fyri enn nú, tá tær fáa eldraøkið á nýggjárinum. Serliga leggur nevndin dent á ognarviðurskiftini. Nýggju samstarvsøkini skulu ikki fáa ávirkan á fíggjarliga rásarúmið og skuldina hjá kommununum, sigur Fíggjarnevndin. Nevndin hevur hesi boðini til landsstýrið í álitinum um studningslán og rentufrítt lán úr landskassanum til at umvæla. ellis og røktarheimið á Sýnini í Vágum. Heimið á Sýnini skal umvælast fyri 31,5 milliónir krónur Helvtin er studningslán og hin helvtin lán úr landskassanum, sum kommunurnar skulu gjalda aftur eftir 13 árum. Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, undrast á, at garnaskipið Anita kann hava fiskað við gørnum, ið eru tríggjar ferðir so nógv í tali, sum skipið hevur loyvi til uttan at fiskeiveiðieftirlitið hevur avdúkað, at so er. Kári P. Højgaard spyr millum annað, um landsstýrismaðurin heldur eftirlitið vera nøktandi, tá eitt skip við loyvi til 1400 gørn av tilvild ella av óhappi verður avdúkað at fiska við meira enn trýfalt so nógvum gørnum. Jacob Vestergaard verður eisini biðin um at upplýsa, hvussu ofta seinastu trý árini fólk hjá Vørn hava verið um borð á hvørjum av fiski skipunum, sum hava loyvi at veiða svartkalva og havtasku við gørnum, og um týðandi viðmerkingar eru gjørdar í dagbókina fyri hvørt skipið sær, tá eftirlit hevur verið umborð. Kári Højgaard vil eisini hava at vita, hvussu nógv hvørt garnaskipið sær hevur fiskað tvey tey seinastu árini, hvar landað er, og um útlendingarnir umborð hava kravda trygdarskeiðið og Bláu Bók. Kári P. Højgaard sigur seg seta fram spurningarnar, tí seinastu dagarnir hava prógvað, at óskil í longri tíð hevur valdað, tá tað kann bera til at fiska við fleirfalt so nógvum gørnum sum loyvt, aftrat tí, at nógvir ivaspurningar eru reistir um útlendska arbeiðsmegi á føroyskum fiskiskipum, sigur løgtingsmaðurin hjá Sjálvstýrisflokkinum. Tað lukkaðist ikki Landsfelagi Pensjónista at fáa Rættarnevndina hjá løgtinginum at broyta lógina um ítróttarvedding, so felagið fær fimm prosent av avlopinum hjá Ítróttarveddingini. Men Rættarnevndin sigur, at fær Ítróttarveddingin fleiri pengar av lógarbroytingini, sum nú er á veg, eigur at bera til at kanna, um fleiri kunnu fáa burtur av avlopinum. Lógarbroytingin, sum ein samd Rættarnevnd tekur undir við, fer at geva Ítróttarvedding heimild at gera avtalu við útlendsk eydnuspælsfeløg um at bjóða út eydnuspøl, so sum happadrátt, í Føroyum. Umhvørvisvikan í Havn, sum byrjar nú leygardagin fær forvitnisliga vitjan. Tað er Selina Juul, sum hevur stovnað brúkararørsluna Stop Spild af Mad. Síðani rørslan varð stovnað fyri seks árum síðani hevur tað eydnast henni at seta matoyðsl á dagsskránna í bæði ST og ES. Selina Juul vann í fjør náttúru og umhvørvisvirðislønina hjá Norðurlandaráðnum. Vit ringdu til Selinu Juul í morgun Áhugafelagið Nólsoyar Páll er eitt nýtt felag í Klakksvík, hvørs endamál er at endurbyggja bóndagarðin, sum Nólsoyar Páll bygdi á Biskupsstøð fyrst í 1800 talinum. Hetta verður gjørt til tess at varðveita minnið um Nólsoyar Páll. Eitt savn fær innivist í húsinum. Ætlanin er eisini, at húsini skulu brúkast til onnur endamál, so sum móttøkuhús Almennur fundur verður í kvøld, har endamálið er at kunna um verkætlanina. Eitt model av bóndagarðinum verður sýnt fram, og harumframt nakað av lutum, sum hava samband við Nólsoyar Páll. Eisini verða viðkomandi myndir hongdar upp á veggin. Eitt nýtt fótbóltsfelag er stovnað. Tað eru nakrar kvinnur, sum hava verið við í stóru heilsukanningini hjá Magna Mohr, sum hava tikið stig til nýggja fótbóltsfelagið. Hoyr prátið við Anniku Andreasen og Maigun Otthamar, sum eru tveir av nevndarlimunum í FC Trón. Føroyskir miðlaleiðarar stúra ikki fyri, at pressan her heima fer at hokna undir trýstinum at skaffa sær ólógliga atgond til slatursøgur um tey kendu. Fyrrverandi redaktørurin á portal.fo væntar tó, at slatur og sleyg um kend fólk skjótt fer at fylla meir í føroysku miðlunum. Í kjalarvørrinum á at danska blaðið Se amp Hør ólógliga hevur útvegað sær privatar upplýsingar um kend fólk, spyr Pressutátturin, um fjóðra statsvaldið hevur tapt stríðið móti slatursøgum og gølujournalistikki. Kjakarar eru Jón Brian Hvidtfeldt, tíðindaleiðari í Miðlahúsinum, Sveinur Tróndarson, fyrrverandi redaktørur á portal.fo og Liljan Weihe, tíðindaleiðari í Kringvarpinum Arbeiðaradagurin hevur verið hildin síðani seinast í 19. øld. Í dag eru góð 80 lond, sum hava arbeiðaradagin sum almennan frídag, umframt nógv onnur lond, sum halda dagin, uttan at tað er almennur frídagur. Í hesum sambandi hava ungmannafeløgini, Unga Tjóðveldið og Sosialistisk ung, skipa fyri einum tiltakið á Speakar s Corner í Havn. Hetta er annað árið á rað, at ungmannafeløgini bæði standa saman um dagin og skipa fyri tiltaki. Til tiltakið vera tvær ungmannarøður frá Sosialistisk Ung og tvær frá Unga Tjóðveldinum umframt, at Ragnar Finsson og Jákup Lind Dam framføra tvey løg í part. Tiltakið byrjar aftaná 1. maidagshaldi á Vaglinum, sum er liðugt umleið klokkan 16 og verður hildið á Speaker s Corner. Vit hoyra fjórða part av søguni um Páll Fanga. Tá ið pápi Páll doyr, verður Páll lagdur undir at hava beint fyri honum við eitri, og tí flýggjar og krógvar hann seg í fjøllunum í Kalsoynni. Men Páll sleppur ikki so, men verður tikin og settur í Skansan. Hann flýggjar og krógvar seg í fjøllunum, men verður aftur tikin og settur í Skansan. Hetta er ein nýskrivað søga um Páll Fanga, har høvdundurin gevur henni ein nýggjan, øðrvísi enda. Oddvør Johansen skrivaði bókina. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav bókina út í 2013. Edvard Fuglø myndprýddi. Páll Danielsen lesur bókina. Finnur Hansen ger ljóðmyndina. Makrelgjaldið eigur at hækka úr 75 oyrum upp í eina krónu og 25 oyru fyri kilo. Og gjaldið fyri sild skal eisini hækka, sigur Bárður Nielsen, tingmaður hjá Sambandsflokkinum og formaður í Fíggjarnevndini. Men Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, heldur, at gjøldini, sum longu eru ásett fyri 2014, 75 oyru fyri makrel og 35 oyru fyri sild, eru ivaleysa stór. Løgreglan veit framvegis ikki, hvør dálkaði Trongisvágsfjørð við olju fyri sjey mánaðum síðani. Tvøroyar kommuna er farin at ótolnast. 13. februar í ár skrivar Linda Hesselberg á Fútaskrivstovuni í einum telduposti til Tvøroyrar kommunu, at royndirnar vóru sendar til Danmarkar. Sagt varð, at seks til átta vikur fóru at ganga, áðrenn svarið kom. Men hóast 11 vikur nú eru farnar, er framvegis einki svar komið. John Martin Olsen, økisleiðari hjá løgregluni, sigur í dag, at einki nýtt er í málinum Higartil hevur kommunan rindað ta knøppu hálvu milliónina, sum tað kostaði at taka oljuna upp. Men so leingi, kommunan ikki veit, hvør dálkaði, hevur kommunan ongan at senda rokningina. , og spurningurin tí, hvør skal rinda rokningina Eisini er spurningurin hvør skal rinda bótina fyri dálkingina, tí bótin fyri at dálka við olju er stór eftir, at hon hækkaði nógv fyri nøkrum árum síðani. Bótin fyri 500 litrar er til dømis 150.000 krónur, og hon er 250.000 krónur fyri 1.000 litrar. Skjótt, tað er um tveir mánaðir, verður bæði lættari og skjótari hjá byggivinnuni í Føroyum at fáa handverkarar úr ES londunum til Føroya at arbeiða. Fyri nøkrum árum síðani varð lógin broytt soleiðis, at tá arbeiðsloysið í Føroyum fer upp um 3,5 prosent, fóru serligu rættindini hjá ES borgarum at fáa arbeiði í Føroyum úr gildi. Broytingin merkir, at ikki fyrr enn arbeiðsloysið fer upp um seks prosent, missa handverkarar í ES serligu rættindini at fáa arbeiði í Føroyum. Í fyrra brævi til Korintmanna stendur at lesa kærleikans kapittul og tað eru føgur orð. Men hvat er kærleiki Vit tosa um kynsligan kærleika og tráan, vinalag og passión. Men hvat er Eros og Agape og platónskur kærleiki Sagt verður, at Guð er kærleiki og vit elska, tí Hann elskaði okkum fyrst. Theodor Eil Dam Olsen, prestur, greinar hugtøkini aftur til teir gomlu grikkarnar fram til nýggja testamentið og gjøgnum evropeiska søgu. Tað líkist ongum, at samskiftið millum Strandfaraskip landsins SSL og landsstýrismannin í vinnumálum og umsiting hansara tykist óskipað, ógreitt og skiftandi. Og løgtingsgrannskoðararnir átala hvassliga, at landsstýrismaðurin í vinnumálum ikki kunnaði løgtingið ella bað um eykajáttan, hóast hann visti, at játtanin hjá SSL ikki fór at halda. Eisini verður hvassliga átalað, at Vinnumálaráðið ikki gjørdi meira fyri at fáa viðurskiftini í rætt lag, tá ráðið í oktober í 2013 sigur seg ikki hava álit á tølunum hjá SSL, og at ráðið kortini góðkennir greinaroknskapin uttan viðmerkingar. Og løgtingsgrannskoðararnir leggja afturat, at teir áttu at fingið tað at vita alt fyri eitt, at landsstýrismaðurin hevði biðið um serliga grannskoðanarfrágreðiing um SSL. 30 ára gamli Guðmundur Joensen úr Havn íðkar triathlon á professionellum stigi. Síðani 1. januar í ár hevur hann verið í farloyvi og satsar alt upp á ítrótt. Guðmundur hevur sett sær fyri, at hann skal verða millum teir bestu í heiminum. Solby Christiansdóttir og Jens Jákup Hansen leggja tilrættis. Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, tekur viðmerkingarnar hjá løgtingsgrannskoðarunum í málinum um Strandferðsluna til eftirtektar. Tí boðar hann frá í tíðindaskrivi. Hyggur landsstýrismaðurin aftur um bak við teirri vitan, hann nú hevur, skuldu hann og umsitingin skjótari tikið neyðug stig til at fáa viðurskiftini í rættlag, sigur Johan Dahl, og hann tekur fulla ábyrgd av tí, sum løgtingsgrannskoðararnir finnast at í hvassorðaðu frágreiðing sínari til løgtingið. Bæði eg og Vinnumálaráðið vit fullvæl, at viðurskiftini hjá Strandfararskipum Landsins ikki vóru í lagi. Sum landsstýrismaður taki eg ábyrgd fyri tí, sum er hent. Vit tóku tí eisini neyðug stig fyri fleiri mánaðum síðan fyri at tryggja, at vit ikki koma í somu støðu aftur, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, í tíðindaskrivinum. Nú nevningating er um ákærurnar móti unga manninum, sum varð tikin fyri at hava stungið fýra fólk, tosaði Ólavur Wolles við Bergfríð og Sigfríð Joensen í Hvannasundi. Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í skúlamálum, hevur avgjørt, at landsroyndirnar í fjórða flokki og sætta flokki vera 20., 21. og 22. mai. Sambært Mentamálaráðnum heldur arbeiðið at talgilda landsroyndirnar tó fram. Vónandi verður ein loysn funnin til næsta royndarumfar, sum verður á vári 2015, sigur Mentamálaráðið. Mótstøðuførar bakteriur er ein hóttan móti almannaheilsuni og hóttanin er heimsumfatandi, sigur Heimsheilsustovnurin WHO í eini nýggjari frágreiðing. Heimsheilsustovnurin sigur, at heimurin er um at koma í eina støðu, har fólk kunnu doyggja av vanligum bruna, sum hevur kunnað verið viðgjørdur í fleiri áratíggju. Hallelujasofus, Henrik Old og Marjun í Kálvalíð fara at svara kvinnu, sum undrast á, at ongin traðkaði til og hjálpti henni og børnunum, tá maðurin gekk fullur. Silvurbrúðurin heldur tey eiga alt og vil heldur at gávurnar fara til okkurt góðgerandi endamál, til dømis geitir í Afrika, men tað heldur silvurbrúðgómurin als ikki. Mamma harmast um allar spurningarnar, hví sonurin ikki sparkar fótbólt hví kann hann ikki fáa frið at takast við tí, sum honum lystir Simon Lynge er ein hin kendasti gørnlendski tónleikarin nakrantíð. Sum liður av heimsumfatandi tónleikaferð, við nýggju útgávuni The Absence of Fear , fer Simon at spæla tvær konsertir í Føroyum um vikuskiftið. Fríggjakvøldið 2. mei kl. 20.30 í Tøting í Syðrugøtu Simon Lynge, Ingun Simonsen og Døgg Nónsgjógv. Leygarkvøldið 3. mei kl. 21.00 í Sirkus í Havn Simon Lynge og Hans Andrias Jacobsen Summarfestivalurin almannakunnger í morgun tvey nýggj nøvn, sum fara at syngja og spæla í summar. Talan er um eitt danskt navn og so eitt føroyskt, sum ofta er ein steinur í skóvnum hjá ummælarum. Gunnar Nolsøe tosaði við Erik Biskopstø Reiðaríið Thor hevur kært ætlaðu avgerðina hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni um at vraka ein part av lastini, sum trolarin Ran kom heim við av Flemish Cap. Thor vísir á, at grundgevingin hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni byggir ikki á kanningar av fiskinum, men bara á handfaringina av fiskinum, at hon ikki hevur verið eftir forskriftunum. Men tað var tí, at fiskurin var ov stórur, og tí ikki kundi frystast í frystarunum, sum vóru til endamálið, og heldur ikki bleiv bleiv pakkaður, tí at útgerð ikki var til tess. Kommunan hevur boðað frá, at øll 64 grundstykkini við Myllutjørn eru umbiðin. Kommunan hevur ætlanir um at útstykkja 24 grundstykki í Djúpagili í Hoyvíkshaganum. Vit hoyra fimta part av søguni um Páll Fanga. Tá ið pápi Páll doyr, verður Páll lagdur undir at hava beint fyri honum við eitri, og tí flýggjar og krógvar hann seg í fjøllunum í Kalsoynni. Men Páll sleppur ikki so, men verður tikin og settur í Skansan. Hann flýggjar og krógvar seg í fjøllunum, men verður aftur tikin og settur í Skansan. Hetta er ein nýskrivað søga um Páll Fanga, har høvdundurin gevur henni ein nýggjan, øðrvísi enda. Oddvør Johansen skrivaði bókina. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav bókina út í 2013. Edvard Fuglø myndprýddi. Páll Danielsen lesur bókina. Finnur Hansen ger ljóðmyndina. Í dag hoyra vit næmingar á Venjingarskúlanum í Havn, greiða frá Havnini. Tey hava arbeitt við býlingum, standmyndum, ítrótti og øðrum. Samgongan rekur ein karráan høgrapolitikk, sum gevur reiðarum og vinnulívsfólki óavmarkaðan rætt til virði fyri hundraðtals milliónir, men løntakarin bara gerst verri fyri. og gjógvin millum rík og fátæk veksur, var boðskapurin altjóða arbeiðaradagin Tað eydnaðist ikki serliga væl hjá Atlantic Airways at flúgva ferðafólk úr Danmark til Egyptalands fyri eina danska ferðaskrivstovu. Johan Dahl, landsstýrismaður, sigur í svari til Høgna Hoydal, løgtingsmann, at nevndin fyri Atlansflog hevur upplýst, at hon hevur onga ætlan um at minka talið av ferðamálum og leggja størri dent á einstakar leiðir. Fyritreytin fyri nýggju strategiini hjá flogfelagnum, sum skal vera liðug í summar, er, at felagið framvegis skal røkja verandi rutunet. Tó hevur nevndin í Atlansflogi upplýst, at verandi strategi hjá felagnum viðvíkjandi leiguferðum til Egyptalands ikki hevur eydnast serliga væl, sigur Johan Dahl eisini í svari sínum. Qvartz skal ikki gera felagnum eina strategi. Hana ger nevndin, tá hon hevur fingið greiningina frá Qvartz í juni. Rutunetið skal greinast og prísirnir, og nevndin hevur biðið um uppskot um rasjonaliseringar í rakstrinum. Nevndin hevur upplýst, at hetta atlit verður tikið við í viðgerðini at leggja nýggja strategi fyri felagið, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður. Og løgmaður ætlar ikki, at tað skal fáa avleiðingar fyri Johan Dahl, at hann ikki kunnaði løgtingið um, at Strandferðslan hevði slakar fimm milliónir krónur ov lítið til raksturin í fjør. Í hesum sambandi hevur Jón Pauli Olsen, landsliðsvenjari, saman við hjálparvenjarunum Aleksandar Djordjevic og Lennard Petersen, úttikið hesar 20 leikararnar Í sjey ár hevur Jeffri Berg, sum arbeiðir sum steinhøggari í Keypmannahavn, gjørt fýra nýggjar standmyndir og umvælt fýra aðrar til donsku drotningina. Í næstum skal hann vera við at umvæla slottið hjá svensku kongshjúnunum í Stockholm. Standmyndirnar sum Jeffri hevur gjørt fyri drotningina standa í stóra urtagarðinum við Fredensborg slot norðanfyri Keypmannahavn. Vit ringdu til Jeffri Berg í morgun Nevningatingið í revsimálunum móti manninum, sum er ákærdur fyri millum annað fýra drápsroyndir, helt fram í Føroya rætti í dag, fimta dagin. Ákærdi maðurin noktar seg framvegis sekan. Hann hevur greitt nevningatinginum frá, at hann sigur seg ikki minnast, hvat hendi sunnumorgunin 14.juli í fjør. Barbara er skrivað í 2009 fyri slagverk, kór og elektronikk sum ein dansiframsýning. Barbara er millum sýnd í Danmark, Føroyum og Íslandi. Verkið byggir á skaldsøguna Barbaru hjá Jørgen Frantz Jacobsen, og tónleikurin er settur saman av fýra kingoløgum, sum verða nýtt á ymsar mátar. Løgtingsgrannskoðararnir átala hvassliga, at Jóhan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, ikki kunnaði løgtingið ella bað um eykajáttan, hóast hann visti, at játtanin hjá Standfaraskipum Landsins fyri 2013 ikki fór at halda. Landsstýrismaðurin í vinnumálum er trýstur eftir lemjandi atfinnningarnar frá løgtingsgrannskoðarunum. Hvørki leiðslan, landsstýrismaðurin ella aðalráðið handfóru játtanar og fíggjarviðurskiftini rætt, staðfesta løgtingsgrannskoðararnir við Reimundi Langgaard á odda. Gjøgnum árið 2013 boðaði leiðslan á strandferðsluni fleiri ferðir Johan Dahl frá, at slakar 5 milliónir krónur fóru at mangla. Kortini bað landsstýrismaðurin ikki um eykajáttan, men læt stovnin halda fram at brúka pening. Leygarkvøldið 3. mai fer bólkurin Devon aftur á pall eftir 20 ára steðg. Her er ein upptøka við bólkinum frá ólavsøkukonsertini 1993 Eisini í Íslandi er nógv kjak um heimildirnar hjá løgregluni at liggja inni við persónligum upplýsingum, nú at tað er komið fram, at ein íslendskur løgreglumaðurr hevur lagt upplýsingar um kvinnur, sum hava verið fyri kynsligum harðskapi, út á Facebook. Løgregulmaðurin hevði gjørt sær dælt av telduskipanini hjá løgregluni, og hevði funnið fram upplýsingar um kvinnur, ið vóru raktar av kynsligum harðskapi, sum hann hevði lagt út á afturlatna Facebook bólkin, soleiðis at limirnir kundu samskifta um misbrúktu kvinnurnar. Í gjár kunngjørdi heimasíðan Ting.fo eina gallup veljarakanning, sum gevur Sambandsflokkinum eitt søguliga vánaligt úrslit. Hevði val verið nú, hevði Sambandsflokkurin bert fingið 15,7 prosent at atkvøðunum. Og so lítla undirtøku hevur Sambandsflokkurin ongantíð havt. Anfinn Brekkstein, sum umboðar Sambandsflokkin í Tórshavnar kommunu, heldur, at Sambandsflokkurin má taka veljarakanningina í størsta álvara. Tíðin er komin til sjálvrannsakan. Fyrr í ár boðaði fyrrverandi forkvinnan fyri Sambandsflokkin, Lisbeth L Petersen frá, at hon hevði meldað seg úr Sambandsflokkinum, tí Sambandsflokkurin hevði mist sín sosiala profil, og tí at løgmaður góðtók, at Jørgen Niclasen var landsstýrismaður, eftir ar tollmálið var komið fram. Sjálvur er løgmaður eisini partur av málinum um Skálafjarðartunnilin, sum ein kanningarstjóri er settur at kanna. Tað hevur verið nógv ov nógv óróð um ávísar persónar í allari samgonguni, sum ger, at fólk eru farin at tosa um álit og ikki álit. Annfinn Brekkstein vil ikki siga, um hann heldur, at stundum er komin skifta formann í Sambandsflokkinum. Men hann viðgongur, at tað er nógv mál, sum flokkurin má viðgera innanhýsis. Harímillum um flokkurin hevur røtt fólk í røttum sessum. Samgonguflokkarnir tingast í løtuni um, hvussu makrelkvotan skal býtast. Ein bólkur við umboðum fyri allar samgonguflokkarnar situr i løtuni og viðger málið, og Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, roknar við, at kunngerðin verður lýst í hesum mánaðinum. Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin draga ikki eina línu í spurninginum um makrelbýtið. Teir sjey eygleiðararnir frá felagskapinum OSCE vórðu hildnir sum gíslar hjá herðnaðarligum deildum, sum vilja vera partar av Russlandi, og vórðu lagdir undir at njósnast í Ukraina. Leiðarin fyri russaravinarligu deildirnar, Ponomajov, sum hevur útnevnt seg sjálvan sum borgarstjóra í býnum Slavjansk, váttar fyri Reuters, at eygleiðararnir eru leyslatnir uttan nakað endurgjald ella nakrar treytir. Umleið 200 milliónir krónur fara at liggja eftir hjá føroyskum fyritøkum, nú Statoil fer at leita eftir olju undir Føroyum í summar. Sjóborg hjá frálandafelagnum Skansi Offshore verður veitingarskip í sambandi við oljuleitingina. Skansi Offshore er bara ein av mongu fyritøkunum, sum vera við í oljuvirkseminum hjá Statoil. Felagið ESvagt Thor skal hava skip liggjandi við boripallin, Atlantsflog skal flyta fólk millum Føroyar og Noreg fleiri ferðir um vikuna, og fólk við tyrlu út á pallin. Tað møta alt ov fáir limir til aðalfund í Starvsmannafelagnum, og felagið vil nú hava teir 2.000 limirnar at siga sína hugsan um, hvat gerast skal fyri at gera aðalfundin áhugaverdari. Freistin at svara er 9. mai, og Selma Ellingsgaard ætlar, at ynskini, sum limirnir hava, verða eftirlíkað til næsta aðalfund. Føroyski svimjarin Johan Ásmundsson hevur um vikurskiftið vunnið átta heiðursmerki í svimjing Íslandi, har skipað varð fyri opnari kapping um íslendsku meistaraheitini í svimjing. Johan byrjaði at svimja aftur síðsta summar. Hann var annars givin, tí ein afturvendandi skaði forðaði honum í at svimja. Hesaferð hevur hann verið varin í venjingini og hevur lagt seg eftir at svimja styttru teinarnar, ið ikki leggja ov nógv støðugt trýst á økslina, ið hevur givið honum trupulleikar. Johan hevur fingið sera góð úrslit. Í seinastu master kappingini í Føroyum vann hann allar átta svimjikappingarnar, ið hann luttók í, og aftur nú í Íslandi vann hann altso átta heiðursmerki. Forsætisráðharrin í Ukraina hevur givið ukrainsku trygdar tænastuni skyldina fyri, at 40 fólk doyðu í ófriði í suður ukrainska havnar býnum Odessa fyrradagin. Flestu av teimum, sum doyðu, vóru russiskt vinarlig loysingarfólk. Tey høvdu tikið ein stjórnarbygning og byrgt seg inni, men sluppu ikki útaftur úr húsinum, tá eldur kom í. Forsætisráðharrin sigur, at ukrainska løgreglan og trygdartænastan gjørdu einki fyri at steðga russiskt sinnaðu uppreistrar liðunum, meðan tíð var. Í Eystur ukraina eydnaðist tað í gjár at fáa vestur evropeisku hernaðar eygleiðararnar leysar, sum hava sitið fastir í eina viku. Teir umboða felagsskapin fyri trygd og samstarv í Evropa og vóru komnir til eystur ukraina at fylgja við gongdini, tá russiskt sinnaðir ukrainarnar tóku teir. Síðani hevur trýst verið lagt á russiska forsetan, Vladimmir Putin, at hjálpa til at fáa eygleiðararnar leysar aftur, ikki minst tí at Russland sjálvt er umboðað í Felagsskapinum fyri trygd og samstarvi í Evropa. M.a. hevur týski kanslarin Angera Merkel ringt til Vladimir Putin og biðið hann síggja til, at russiskt vinarligu uppreistrarmenninir í Ukraina taka aðrar partar fyri seg og lata teir leysar og tað eydnaðist í gjár. Endurnýtsluhandilin í Havn selir brúkt klæðir, og 30 sjálvboðin skiftast um at arbeiða í handlinum. Iktys handilin er knýttur danska felagsskapinum Neyðhjálp Fólkakirkjunar. Føroyski handilin hevur latið nærum 1,4 miljónir krónur til neyðhjálpararbeiðið, síðani hann lat upp í 2006. Neyðhjálp Fólkakirkjunar hevur 126 endurnýtsluhandlar. Norður írski republikanski leiðarin Gerry Adams, hevur verið í politi varðhaldi nú í fýra dagar, har hann verður avhoyrdur um eitt morð í 1972, sum IRA stóð aftanfyri. Talan er um morðið á Jean McCon ville, eina einkju við tíggju børnum, sum fyri eygunum á børnun sínum varð burturflutt úr heimi sínum og fyribeind. Tað skal IRA hava gjørt, tí Jean McCon ville var undir illgruna fyri at hava latið bretska hervaldinum í Norður írlandi upplýsingar. Tað er seinni kannað og prógvað, at hon var ósek. Líkið av Jean McConville var funnið á eini strond í 2003 tredivu ár eftir at hon hvarv. Nógv fólk doyðu í vápnaða stíðnum í Norðurírlandi, men hetta er eitt tað kendasta og mest umrødda morðið frá hesi tíðini. Gerry Adams sigur seg einki hava við morðið at gera. Hann sigur, at tað var skeivt av IRA at taka Jean Mc Conville av døgum og krógva líkið. Martin McGuinness, varamaður Gerry Adams og norðurírskur varaforsætisráðharri, hevur fordømt handtøkuna. Hann sigur, at handtøkan er politisk. Afganski forsetin Hamid Karzai hevur lýst landasorg eftir at tað mesta av einum heilari bygd í landspartinum Badakstan í Norðurafganistan fór undir í ógvusligum skriðulopum fríggjadagin. Higartil eru 350 fólk funnin deyð, men hildið verður, at millum 2.500 og 2.700 fólk kunnu liggja deyð undir skriðulopunum, sum hevur tikið hús og alt, ið fyri var. Neyðhjálparfelagsskapir royna at hjálpa 700 familjum, sum hava mist heim síni og ikki tora undir tak nakrastaðni av ótta fyri nýggjum skriðulopum. Teimum tørvar alt reint vatn, mat, heilivág og tjøld, verður sagt. Bjargingarlið og fólk á staðnum hava roynt at finna fólki á lívi, men tað hevur verið til fánýtis. Húsini eru farin fleiri metrar undir jørð, sigur landsparta guvernørurin, sum mælir til at biðja fyri teimum deyðu og at lýsa økið hópgrøv at vera. Tað er vorðið alsamt dýrari at ættleiða. Í 2009 kostaði tað um 95.000 krónur, og í 2013 kostaði tað 154.000 krónur at ættleiða eitt barn. Afturat hesum koma útreiðslur til eitt nú lækna, koppseting, ferðing, uppihald í landinum, haðani barnið kemur, og tað er eisini vorðið dýrari seinastu árini. Eftir at Kommunusamskipanin og Kommunufelagið um ársskiftið vórðu løgd saman í eitt Kommunufelag, og Barnaverndarstovan og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið gjørdust samanrunnin partur av felagnum, er samalaða starvfólkatalið hjá felagnum økt. Stýrið í Kommunufelagnum mælir til, at bygningurin verður fíggjaður uttan lántøku, men í staðin verður goldin við limagjaldinum, sum kommunurnar skulu rinda í 2015 og 2016. Í eykajáttanarlógini, sum kom í tingið í síðstu viku, stendur, at Landssjúkrahúsið ætlar at gera nakrar ryggskurð viðgerðir í Føroyum í staðin fyri at senda sjúklingar av landinum til viðgerðar. Í síðstu viku varð samráðst uttan steðg til mikukvøldið. 1.mai vóru ongar samráðingar. Men samráðingarnar vórðu tiknar upp aftur fríggjamorgunin. Føroya Arbeiðsgevarafelag sigur, at sáttmálarnir við arbeiðara feløgini eru teir fyrstu, sum skulu gerast í nýggja samráðingar umfarinum hjá Arbeiðsgevarafelagnum. Úrslitið av hesum samráðingum er tí týdningarmikið fyri allar aðrar samráðingar, tí hesar samráðingarnar, sum nú eru, eru grundarlagið fyri øllum hinum. Partarnir hava longu gjørt avtalu um fráboðan um arbeiðssteðg. Verkfall ella verkbann skal fráboðast í minsta lagi 48 tímar frammanundan. Verður fráboðað fyri middag, verður roknað til á middegi, og verður fráboðað eftir middag, verður roknað til á midnáttt. Tí vera millum 48 og 60 tímar frá tí, at verkfall ella verkbann er fráboðað, til tað byrjar. Óttin avmarkar hann meira og meira, og hóast hann ikki væntar, at fólkini handan Kyn og kenslur kunnu hjálpa sær, biður hann um hjálp. Ein kvinna biður eisini um hjálp. Eisini hennara dagur er avmarkaður, og verður bara verri og verri. Hjá henni er tað sorgblýdni og tunglyndi, sum tyngir. Hon er nærum aldrin glað, men kennir seg kedda og einsamalla. Hetta hóast hon hevur sjeik og børn. Fyri nøkrum vikum síðan svaraði Bjørghild brævi frá manni, sum var sera vónbrotin av, at daman nú hevði blakað hann á dyr. Hetta hóast tey hava tvey lítil børn saman. Bjørghild svaraði so væl hon kundi, men segði eisini, at vit máttu vita meira um mannin og teirra parlag, fyri at kunna geva meira nágreiniligt svar. Tá ið sendingin var liðug, skrivaði sami maður aftur, og tað brævið havi vit við í hesi sendingini. Bæði fútin og TAKS hava gjørt vart við, at hóskandi er at dagføra og herða reglurnar í donsku lógini, sum er galdandi í Føroyum, so lógin í Føroyum verður samsvarandi lógini í Danmark. Og landsstýrismaðurin í heilsumálum og Trivnaðarnevndin eru samd við fútan. Ásetingin um ávaring er tí strikað í ríkislógartilmælinum, sum varð latið løgtinginum. Nógv rúsevni, sum ikki eru nevnd í galdandi lóg í Føroyum, eru komin seinastu árini. Bæði fútin og TAKS hava fortreð av teimum, tí illa ber til at steðga teimum í tollinum. Lógin loyvir tí ikki. Í ávísum førum er eydnast at steðga innflutningi við at brúka apotekslógina. Men tann lógin hevur ongar revsimøguleikar. Men nevndin sigur, at Heilsumálaráðið arbeiðir við eini áseting, soleiðis at í framtíðini verður ikki lógligt at innflyta hampfræ. Nevndin sigur, at hon tekur undir við hesum arbeiði og metir tað verða týdningarmikið, at hampfræið eisini verður gjørt ólógligt, ongantíð ov skjótt. Er tað í lagi, at handlar sum eru limir í einari stórari handilsketu, hava eitt kassa apparat, har tú ikki sært nøvnini á vøruni tú keypir og hvat í hon kostar Eg spyrjið, tí at tey ofta gloyma at tasta tilboðini inn. Og um handilin ikki hevur eina skipan har tú sært navnið á vøruni, so hevur tú ongan livandi kjans at fylgja við, um tú fært vøruna fyri tilboðsprísin í blaðnum ella hvussu Spurdi ein lurtari í morgun Millum annað eru útreiðslurnar til donsku sjóverjuna ikki við. Og heldur ikki útreiðslurnar hjá statskassanum til trætuna millum ES og Føroyar um norðhavssildina og fundarvirksemið um handilsforðingarnar hjá ES móti Føroyum. Men, siga flokkarnir, allar royndir siga, at hetta fer at verða vunnið fleirfalt aftur í menningini av okkara vinnuligu, handilsligu og mentanarligu fortreytum. Wanja Petersen, ið er leiðari í tilhaldinum í Havn heldur, at tað er sera umráðandi at man hevur okkurt at fara upp til um morgunin. Um man ikki hevur tað, er einki innihald í lívinum, og tískil eingin meining við nøkrum. Hon heldur ikki at vit skulu gera eina gjógv millum ættarliðini, tí vit eru øll eins hóast stórur aldursmunur kann vera. Wanja Petersen var sera errin av øllum teimum, ið hava gingið á skeiði í vetur, tí lutirnir sum eru framleiddir eru framúr vakrir. Kinn Magnussen og Kaja Nielsen, ið báðar hava gingið á skeiði í vetur halda ikki at tað er keðiligt at vera pensionistur í høvuðstaðnum. Vit hittu tær báðar til framsýningina meðan tær bregdaðu. Tvey umboð fyri flokkarnar hjá teimum, sum lesa til klædnaatsøðingar á Tekniska skúlanum í Havn, fara, saman við einum lærara, niður á Fritggfestivalin, sum verður komandi vikuskiftið. Her skulu tey vísa fram, hvat tey hava lært í skúlanum. Nógv av tí, tey vísa fram, er gjørt við hugskoti úr búmerkinum hjá Friggfestivalinum. Morgunsendingin vitjaði á tekniska skúlanum, har vit hittu Oddvør Jacobsen og Ragnhild Dam, sum lesa til klædnaatstøðingar, og eisini hittu vit Lailu av Reyni, sum umframt at vera lærari í sniðgeving, eisini hevur sína egnu framsýning á festivalinum um vikuskiftið. Friggfrstivalurin verður í Kongens Have í Keypmannahavn 9. og 10. mai. Tað er longu farin sera nógv tíð av skúlaárinum við fyrireikingum til talgildar royndir. Skulu næmingarnir nú til annað slag av roynd, fer uttan iva aftur fitt av tíð við at fyrireika seg til hetta. Hetta metti aðalfundurin als ikki vera forsvarligt, stendur í skrivi frá felagnum. Heim amp Skúli heitir tí á avvarðandi myndugleikar, Mentamálaráðið og skúlaleiðslurnar, um at avlýsa royndirnar í ár, orsakað av serligu støðuni, sum er íkomin, nú talgildu royndirnar ikki kundu fremjast sum ætlað. Men skulu næmingarnir fara upp til talgildar royndir er minsta krav, at teir eru vanir og tryggir við tøknina, og at skipanin virkar sum hon skal, so skúlaárið verður órógvað minst møguligt, sigur felagið. Heim amp Skúli metir tað ikki vera ráðiligt at brúka meira dýrabara tíð hjá næmingum og lærarum til royndir í ár, serliga ikki til eina pappírsútgávu, sum avgerð er tikin um at fara frá. Felagið mælir ístaðin myndugleikunum til at brúka tíðina, sum hevði farið til at rætta uppgávurnar manuelt, til fyrireikingar av talgildum landsroyndum næsta ár. Annars hevur hann ikki fleiri viðmerkingar um stigið hjá Pedagogfelagnum, tí málið er ikki komið á politiskt stig enn, sigur hann. Pedagogfelagið sigur, at eingin avtala er um lønar og arbeiðsviðurskiftini hja na msfrøðingum i forsku lunum, og tað er sa ttma labrot, sigur Pedagogfelagið. Í sa ttma lasamra ðingunum seinast varð semja gjørd um, at lønar og arbeiðsvikurskifti hja na mfrøðingum i forsku lunum skuldu vera avgreidd fyri 1.mai í ár. Tað er ikki eydnast, og tí noktar Pedagogfelagið limunum at søkja star í forskúla. Í kjalarvørrinum á gøluni um, at Se og Hør í áravís skal hava goldið fyri, og brúkt, ólógliga innheintaðar upplýsingar um penganýtslu hjá kendum danskarum, mælir Edward Snowden nú dønum til at gera uppreistur móti yvirumsjón og eftirliti. Tað ger hann í einum brævi til Berlingske Tidende. Danir skulu brúka kjakið um Se og Hør gøluna til at steðga hópskrásetingum hjá fyritøkum og myndugleikum, er boðskapurin hjá Edward Snowden. Hann biður danir spyrja fólkatingslimir um, hvørt teir stuðla borgarunum ella njósnarum í hesum málinum. Edward Snowden sigur, at góðu tíðindini eru, at Fólkatingið hevur heimild til at gera nakað við trupulleikan, og at altjóða stuðulin til at steðga hópskráseting og hópavlurting ongantíð hevur verið størri enn nú. Fyrrverandi amerikanski fregnartænastumaðurin lak sjálvur á vári í fjør upplýsingar um eftirlitsvirksemið hjá amerikansku fregnartænastuni, NSA. Síðani tá hevur Edward Snowden fingið friðskjól í Moskva. Í brævi sínum til Berlingske Tidende leggur hann áherðslu á, at tey kendu og kongaligu hava verið fyri somu ógrundaðu yvirumsjón sum vanligir borgarar hvønn dag eru . Nikolaj Villumsen frá Eindarlistanum sigur við Ritzau, at Edward Snowden hevur rætt í, at tað ikki bara er ein gøla, tá yvirumsjón og eftirlit rakar tey kendu og kongaligu. Hetta er ein generellur trupulleiki við dátutrygd. Talan er um tvey ymisk mál, men í báðum førum er talan um yvirumsjón, sigur hann við Ritzau. Ein 18 ára gamal maður er ákærdur í málinum um knívsstungurnar í Norðdepli í fjør summar. Maðurin noktar seg sekan, tí hann minnist ikki, hvat hendi. Fyrrapartin hevur verið tosað um tær ákærurnar, sum ikki hava við knívsstungurnar at gera, men stutt fyri døgurða viðgjørdi ákæri tær fýra ákærurnar um drápsroynd. Heystið 1974 fór Tróndur Patursson eina siglingsferð á Miðjarðarhavið, sum vardi eitt ár. Steðgirnir vóru nógvir og íblásturin mestur í Grikkalandi og Rómaborg. Fyrstu vitjanirnar vóru í Skotlandi og Írlandi og síðani í Spania og Portugal. Lagt var inn í Gibraltar. Haðani varð leiðin løgd á Malgastrondina at gera bátin kláran. Makrelurin fekk MSC stemplið í apríl 2009. Men tað varð tikið aftur í desember í 2012, tí føroyingar og íslendingar fiskaðu ov nógvan makrel, varð sagt. Við nýggju miðnámsskúlaskipanini velja næmingarnir aðrar leiðir og onnur fak enn týskt. Bara tveir flokkar í Hoydølum byrja komandi skúlaár við týskum. Skúlaárið 2011 2012 vóru 14 týsktflokkar á skúlanum. Á studentaskúlanum á Kambsdali verður ein nýggjur flokkur í týskum eftir summarfrítíðina. Eftir gomlu skipanini høvdu fimm, kanska seks, flokkar byrjað komandi skúlaár. Øll fremmandamálini hava færri flokkar, men afturgongdin er størst í týskum. Vit harmast gongdina og stúra fyri, um fakið megnar at yvirliva í hesi nýggju skipanini, siga lærararnir í tíðindaskrivi. Vit meta, at næmingar í føroysku miðnámsskúlaskipanini missa ein sera týdningarmiklan førleika, um málini ikki fáa betri sømdir, skriva lærararnir, sum heita á Mentamálaráðið um viðgera støðuna hjá fremmandamálum sum heild í nýggju miðnámsskúlaskipanini. Tað sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í Mentamálum, hóast foreldrafelagið Heim og skúli nú heitir á Mentamálaráðið um at avlýsa landsroyndirnar í ár. Mentamálaráðið hevur gjørt av, at landsroyndin 2014 verður ikki talgild, men í eini pappírsútgávu. Foreldrafelagið heldur, at tað er ørkymlandi fyri næmingarnar, at teir fyri aðru ferð í sama skúlaári skulu til landsroynd. Tað er longu farin sera nógv tíð av skúlaárinum við fyrireikingum til talgildar royndir. Skulu næmingarnir nú til annað slag av roynd, fer uttan iva aftur fitt av tíð við at fyrireika seg til hetta, sigur felagið frá í skrivi. Felagið heldur, at skulu næmingarnir fara upp til talgildar royndir er minsta krav, at teir eru vanir og tryggir við tøknina, og at skipanin virkar sum hon skal, so skúlaárið verður órógvað minst møguligt, sigur felagið. Funnings kirkja, ið er ein av teimum gomlu svørtu trækirkjunum, er helst tann sætta, ið stendur á sama stað, sigur søgufróði deknurin, Sámal P. Petersen. Hann greiðir eisini frá gomlu Ølvustovu, sum nú verður sett í stand. Jóanes Johannesen greiðir frá ymiskum viðurskiftum í bygdini. Bygdin er ógviliga nógv minkað í fólkatali, hóast vegasambandið er gott. Í 1991 vóru 114 fólk í bygdini, og nú eru tey umleið 50 í tali. 27 av teimum 54 húsunum í bygdini standa tóm. Jóanes hevur onga aðra frágreiðing enn, at tíðin er farin frá einari bygd sum Funningi. William Mackay, sum hevur grivið kavað í mong ár á leiðini millum Funning, Eiði og Gjógv, hevur havt mangan minniligan túrin í fjøllunum. Hann hevur fingið tænastumedalju frá drotningini fyri trúgva tænastu í 40 ár. Amalia Stefánsdóttir er úr Íslandi, men hevur búð í Funningi í mong ár. Hon sigur, at tað er dýrari at búgva á bygd enn í teimum størru plássunum. Hjún mugu hava hvør sín bil, tí tey skulu bæði av bygdini til arbeiðis, og politikararnir hava minkað koyrifrádráttin. Sverri Køtlum harmast um, at SEV slapp at taka áirnar í Funningi. Tað er syrgiligt at hyggja niður í Stórá, sum var lívið í bygdini, tá hann var smádrongur. Hann heldur, at tað er ovmikið av øðrum orkukeldum. Yngstu hjúnini í Funningi eru Anina og Jóannes Hestoy, sum bæði eru 28 ára gomul. Tey gjørdu av at keypa hús í heimbygdini hjá Aninu, tí tey kostaðu bara ein triðing av tí, tey høvdu kostað í Havn. Anina og Jóannes koyra nógv í bili, tí børnini skulu í barnagarð og skúla úti á Skálafjørðinum, samstundis sum Jóannes arbeiðir í Havn. Katrin og Petur P. Dahl í Hoyvík hava eini gomul hús í Funningi, og har eru tey nógv saman við familjuni í frítíðini. Katrin heldur, at ein bygd sum Funningur er sera væl egnað til seturskúla, so børnini úr teimum størru skúlunum sleppa at uppliva tað veruliga bygdarlívið. Arbeiðið upp á nýggju farstøðina á flogvøllinum gongur væl. Føroyskar fyritøkur gera arbeiðið, sum nú líður so væl, at farstøðin verður klár at taka í nýtslu um hálvan juni. Samsvar er ikki millum ansingartíðirnar hjá børnum og arbeiðstíðirnar hjá foreldrum, tí dagsstovnarnir í høvuðsstaðnum lata aftur, áðrenn foreldur eru liðug at arbeiða. Foreldur kundu hugsað sær, at stovnarnir høvdu longur opið. Og tað tekur kommunan til eftirtektar. Sí innslag í Degi og Viku og samrøðu við Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóra í Tórshavnar kommunu, sum var gestur hjá Óluvu Zachariasen í sjónvarpsstovuni. 2,20 krónur um tíman afturat 1.mai í ár og 2,60 krónur 1.mai næsta ár. Tað eru Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini, Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, samd um. Feløgini hava skrivað undir nýggjan tvey ára sáttmála, har tímalønin hjá arbeiðsfólki hækkar 4,80 krónur í sáttmálaskeiðinum, og eftirlønin hækkar upp í 10 prosent. Hækkingarnar svara til ein karm, sum er 1,98 prosent í ár og 2,25 prosent næsta ár. Eisini er sersáttmáli gjørdur fyri alivinnuna, sum tryggjar, at laksur og smolt verða røkt, meðan arbeiðssteðgur er. Sáttmálarnir millum Arbeiðsgevarafelagið og arbeiðarafeløgini fóru úr gildi 1.mai, men teir vórðu longdir til á midnátt í gjárkvøldið, og um tveytíðina í nátt vórðu partarnir samdir og skrivaðu undir nýggjan tvey ára sáttmála. Løgmaður eigur at kanna, um tað veruliga var rætt at flyta allar viðgerðarskipanir hjá føroysku peningastovnunum av landinum fyri nøkrum árum síðani. Tí tað ber til at flyta skipanirnar heim aftur til Føroya. Tað tekur nøkur ár og kostar úr minni enn 100 milliónum upp í 500 milliónir krónur. Tað sigur meirilutin í Rættarnevndini, fimm samgongufólk, í álitinum um eitt uppskot hjá Tjóðveldi um at fáa persónsupplýsingarnar um føroyingar aftur til Føroya. Men tað er als ikki so, at samgongan ikki vil vita av málinum. Tí í álitinum hjá Rættarnevndini sigur meirilutin, at nevndin hevur fingið upplýst, at tað ber væl til at fáa flutt heim aftur allar tær viðgerðarskipanir, sum peningastovnarnir fluttu til Danmarkar, hóast hetta kann taka nøkur ár. Eisini hevur nevndin fingið at vita, at eingin trupulleiki er við starvsfólkum, tí førleikarnir til at gera hetta arbeiðið eru í Føroyum. Kostnaðurin kann verða alt frá undir 100 milliónir krónum upp til 500 milliónir krónur. Meirilutin metir, at løgmaður, sum varðar av økinum, átti at eftirmett málið við atliti at, um tað var rætt at flyta skipanirnar og føroysku persónsupplýsingarnar av landinum. Eftirlitið við føroyskum skipum og fiskiførum er ikki nóg gott. Men føroysku lógirnar um trygd og arbeiðsumhvørvi á skipum standa ikki aftan fyri lógirnar í grannalondunum, sum hava strangastu krøv um trygd og arbeiðsumhvørvi á skipum, hevur meirilutin í Vinnunevndini fingið at vita. Og tí mælir meirilutin tinginum frá at samtykkja uppskotið hjá Tjóðveldi um at styrkja lóggávu og eftirlit við trygd og arbeiðsumhvørvi á føroyskum skipum og fiskiførum. Meirilutin, nevndarlimirnir hjá samgonguni, leggur afturat, at okkara lógir eru betri enn tær norsku. Tí tá føroyingar keypa norsk fiskiskip, mugu munandi ábøtur gerast, áðrenn skipini verða góðkend í Føroyum. Høvdu venjingarnar á skipum verið fleiri, kunningin um trygdarskipanir betri, og eftirlitið røkt sína uppgávu betur, so kundi alt hetta møguliga verið við til at fyribyrgt álvarsomum skaðum bæði á sjónum og á landi. Minnilutin í vinnunevndini er ósamdur og mælir til at samtykkja uppskotið. Nógv meira kann gerast fyri at bøta um trygdina og arbeiðsumhvørvið á føroyskum skipum. Tað bera fleiri vanlukkur, eisini í 2014, greið boð um, sigur andstøðan í sínum viðmerkingum. Skuldi Mjólkarvirkið fylgt prístalinum, kostaði ein litur av mjólk 15 krónur, helvtina meira enn hann ger. Í 32 ár er prístalið trífaldað, men mjólkarprísurin er bara tvífaldaður. Mjólkarbøndur fáa eisini dupult so nógv fyri mjólkina nú, so Mjólkarvirki Búnaðarmanna fekk bara 1,31 krónur meira fyri liturin í 2013 enn virkið fekk í 1980. Greiningin sigur, at brutto fingu bøndurnir 2,03 krónur fyri liturin av mjólk í 2013. Fyri 25 árum síðani var bruttoúrslitið tað sama, 2,04 krónur Greiningin viðger eisini innflutningin av hoyggi. Tað bilar hjá teimum, sum hava keypt mjólkarkvotur seinastu árini, at velta nóg mikið, so sleppast kann undan at keypa hoyggj. Tað var tað sum nevningar og áhoyrarar vóru vitni til í nevningatinginum í gjár, tá ákærin, Linda Hesselberg, tók samanum í rættarmálinum ímóti 18 ára gomla manninum úr Hvannasundi, sum er ákærdur fyri drápsroynd ímóti fýra fólkum í Norðdepli sunnumorgunin 14. juli í fjør. Ákærin legði dent á, at trý av fólkunum vóru í lívsvanda tá tey vórðu stungin. Og tey vórðu stungin ella skorin ofta. Tann eini 22 ferðir, ein seks ferðir, ein tríggjar ferðir, og ein minst tríggjar ferðir, tí skurðirnir í rygginum eru ringir at gera upp, siga rættarlæknarnir. Ákærin legði eisini dent á, at ákærdi maðurin hevði eitt mál, og tað var unga gentan, sum hann fyrst fór inn til. Hann tók kvørkratak á hana, og tá hon fekk tveitt hann av sær, varð hon stungin minst tríggjar ferðir. Hon rópti samstundis um hjálp, og tá ein maður í húsinum kom inn í sovikamarið, so leyp ákærdi á hann. Meðan teir tókust, slapp gentan til rýmingar ígjøgnum eitt vindeyga. Ákærdi maðurin fór aftaná henni, hóast hann stakk og skar mannin sum kom gentuni til hjálpar, 22 ferðir, umframt at hann fekk aðrar løstir. Ákærdi maðurin helt aftan á ungu kvinnuni til eini onnur hús, har hon slapp inn, tí hurðin var opin. Tann ákærdi fór aftaná, og tá hon var á veg upp trappurnar, fekk hann um fótliðin á henni. Hon slapp leys og fór inn í kamarið, har eini tilkomin hjún svóvu. Unga kvinnan setti seg á høvdalagið hjá konuni Ungi maðurin fór aftaná, tveitti seg útyvir konuna, og maðurin vaknaði við, at konan segði at hon varð stungin. Maðurin fór úr songini, og hann slerdi ákærda, so hann rýmdi. Tá legði hann til merkis, at hann var stungin fimm ferðir. Ákærin legði dent á, at trý av fólkunum vóru í vegin og ein forðing, tí tað var ungu gentuni, sum tann ákærdi var eftir. Hann hevði fyrireikað seg væl, tí eitt av vitnunum hevði sæð hann verið í handskum og at hann hevði knív. Út frá tí sum vitnini hava greitt frá, segði ákærin seg ikki vera í iva um, at tann ákærdi visti hvat hann gjørdi, og eigur at dømast eftir tí. Hann er ákærdur fyri drápsroynd í fýra førum, og eru nevningarnir ikki samdir í tí, so eigur hann at verða dømdur fyri serliga ráðan og ógvusligan harðskap. Tað er Erland Viberg Joensen, søgu og fólkalívsfrøðingur, sum síðani 2009 hevur starvast sum savnsvørður á Fornminnisavninum. Fyrrverandi leiðarin á fornminnissavninum, Símun Arge, er vorðin fornfrøðiligur ráðgevi á Fornminnissavninum, og fer at granska. Føroya Landsbókasavn, Føroya Landsskjalasavn, Føroya Fornminnissavn, Føroya Náttúrugripasavn og Havlívfrøðiliga Royndarstøðin vóru í 2011 løgd undir eina leiðslu, tá stovnurin Søvn Landsins var skipaður. Endamálið við samanleggingini var at smalka leiðslubygnaðin, og at søvnini skulu samstarva meira. Erland Viberg Joensen varð í fjør settur at gera eina felags framsýning við lutunum hjá Fornminnisavninum og Náttúrugripasavninum í hølunum í Brekkuntúni, har Fornminnissavnið higartil einsamalt hevur hildið til. Hann sigur , at ætlanin er, at Fornminnisavnið og Náttúrugripasavnið skulu samstarva meiri. Erland Viberg Joensen ætlar sær at byrja tíðina í leiðslusessinum við at fáa eitt yvirlit yvir, hvørjum standi lutirnir á savninum eru í. Dentur skal eisini leggjast á arbeiðið at varðveita h valastøðina við Áir. Alfred Olsen, Bjarni Djurholm, Hanus Samró og Janus Rein í Vinnunevndini mæla løgtinginum til at fella uppskotið hjá Pálli á Reynatúgvu og Sirið Stenberg um, at strandfaraskipini eisini skulu sigla langa fríggjadag, páskadag og jóladag. Meirlurin sigur seg skilja tørvin hjá fólki at kunna ferðast allar dagar á árinum, men heldur støðuna hjá Strandferðsluni vera so álvarsama, at meirlutin krevur eina samlaða loysn her og nú, sum skrivað stendur í álitinum. Meirlutin nevnir ítøkiliga fíggjarligu støðuna hjá stovninum og støðuna á fleiri farleiðum, sum er íkomin, eftir at Teistin fekk skaða, og varð tikin úr sigling. Vinnumálaráðið hevur boðað nevndini frá, at tað fer at kosta umleið 1,8 milliónir krónur at lata skipini sigla hesar halgidagarnar, og hesa upphædd hava Strandfaraskip Landsins ikki, sigur meirlutin. Tí eru tveir møguleikar annaðhvørt játtar løgtingið Strandferðsluni hesa upphædd, ella tekur túrar burturúr, og sparir upphæddina á tann hátt. Meirilutin er ikki fyri at skerja túrataliðl, so einasta loysnin er at játta fleiri pengar, sigur meirlutin, sum tó ikki nevnir møguleikan at hækka ferðaseðlaprísin. Minnilutin, sum er Bjørt Samuelsen, Aksel V. Johannesen og Kári P. Højgaard, vísir á, at tað er einki minni enn ein sjálvfylgja, at ferðasamband er millum oyggjarnar allar dagar í árinum. Minnilutin sigur, at Teistin sambært ferðaætlanini siglir átta túrar sunnudagar, Ternan fimm, og Smyril siglir tveir. Og verður ein skipan gørd, har tað í fyrsta umfari einans eru tveir ella tríggir túrar hesar halgidagarnar, verður tað væl bíligari enn tær umleið 1,8 milliónirnar. Minnilutin minnir á, at sjóvegis sambandið er at sammeta við fasta vegasambandið sum 85 86 av fólkinum longu hava og mælir tinginum til at samtykkja uppskotið. Veljarakanningin vísir, at var val nú, hevði Sambandsflokkurin mist út við 10 prosent av atkvøðunum, og leiðandi sambandsfólk eftirlýsa nú alment, hvussu løgmansflokkurin kann bjarga sær upp á turt. Edmund Joensen, fólkatingsmaður, skrivar á sínum Facebook vanga, at grundleggjandi broytingar og nýggj politisk dagsskrá mugu til, skal Sambandsflokkurin hava tann sosial libera leiklutin, sum hann av røtturin eigur at hava. Bárður Nielsen, løgtingsmaður, sigur, at veljarakanningin er ein álvarsom ávaring til Sambandsflokkin um at rætta kós. Hann sigur, at Sambandsflokkurin hevur alt ov leingi verið ov semjusøkjandi, og tí er flokkurin um at missa fótfestið. Les um Public Service skyldurnar hjá Kringvarpinum og tak niður sáttmálan og Public Service frágreiðingarnar niðast á síðuni her. Fyrsta tíðarskeiðið við einum skipaðum public service sáttmála millum Kringvarp Føroya og Mentamálaráðið var galdandi fyri árini 2011 2013. Síðan tá hevur eingin undirskrivaður sáttmáli verið, men sigast má, at samanumtikið er breið semja millum partarnar um at raðfesta yvirskipaðu public service skyldurnar, ið sáttmálin miðar ímóti. Partarnir leggja dent á, at Kringvarp Føroya hevur ábyrgdina av skránni og frælsi til at leggja innihaldið til rættis. Kringvarp Føroya hevur sum sjálvstøðugur, almennur stovnur ávísar public service skyldur mótvegis øllum borgarum. Kringvarp Føroya hevur ein týðandi leiklut at miðla og mynda føroyska mentan. Stovnurin hevur somuleiðis stóran týdning fyri fólkaræðið í landinum, tí hann í virksemi sínum varpar ljós á og elvir til kjak um samfelagsviðurskifti. Fyri at tryggja, at Kringvarp Føroya røkir raðfestar public service skyldur, gera Mentamálaráðið og Kringvarp Føroya henda sáttmála. Kringvarp Føroya skal framleiða og senda dygdargott tilfar og á henda hátt virka fyri, at allir borgarar gerast betur førir fyri at taka støðu til og ávirka samfelagsgongdina á ein fólkaræðisligan hátt. Hetta merkir, at stovnurin bindur seg til at tryggja eitt breitt útboð av sendingum og tænastum fyri alt Føroya fólk umvegis sjónvarp, útvarp, alnet og líknandi miðlar. Sendingarnar skulu millum annað fevna um sakligan og óheftan tíðindaflutning, upplýsing, mentan og undirhald, herundir eisini sendingar til børn og ung. Somuleiðis skal Kringvarp Føroya sum gluggi virka fyri, at føroyska tjóðin gerst betur før fyri at skilja heimssamfelagið og liva í og saman við tí. Eisini skulu altjóða ásetingar um eitt nú rættindi hjá teimum, ið bera brek, hjá børnum og javnstøðuatlit í samfelagnum havast í huga í almenna kringvarpsvirkseminum. Miðlalandslagið er nógv broytt, og miðlatilboðini eru øðrvísi í dag. Alt fleiri portalar lata tíðindi og áskoðanir til føroyingar, men eingin trygd er fyri óheftni. Portalar venda sær ofta til sín serliga málbólk og hava ikki somu skyldu at veita eina breiða tænastu. Tí er tað átrokandi neyðugt, at vit hava eina óhefta miðlaeind, ið byggir alt sítt virki á meginreglur um góðan fjølmiðlasið. Tað hevur eisini størri týdning enn nakrantíð, at Kringvarp Føroya er ein savnandi miðil, sum virkar í fólksins tænastu og røkir neyðugar public service skyldur. Public service hugtakið er ovurhonds breitt, og tí er í lógini um Kringvarp Føroya heimilað landsstýrismanninum, eftir orðaskifti í Løgtinginum, at undirskriva ein tíðaravmarkaðan public service sáttmála við Kringvarp Føroya um at raðfesta og tryggja ávísar nærri allýstar public service skyldur. Við broytingini í kringvarpsgjaldinum, sum kom í gildi í januar 2016, har kringvarpsgjaldið verður kravt inn um skattin, hevur Kringvarp Føroya fingið eitt støðugari og tryggari fíggjarligt grundarlag. Orsakað av at fyrsta tíðarskeiðið var eitt tríáraskeið og eisini orsakað av, at hetta er fyrstu ferð, at sáttmáli av hesum slag hevur verið galdandi, og at hann tí kanska ikki hevur staðið sína roynd í øllum lutum, hava partarnir gjørt av, nú støða skuldi takast til nýggjan sáttmála, ikki at broyta so nógv í innihaldinum, men heldur at royna at fáa sáttmálan royndan út í æsir. Partarnir vóna, at sáttmálin, ið fevnir um tíðarskeiðið 1. januar 2017 31. desember 2020, kann virka fyri, at Kringvarp Føroya fær eitt gott grundarlag til tess at røkja sínar public service skyldur og fyri at virka í fólksins tænastu. Tó sigur Niels Uni Dam at hann og sonurin hava havt fleiri stórar upplivingar á túrinum í London. Men løtan sum stendur sterkast eftir í minninum, var tá unglingaliðið hjá Chelsea í gjárskvøldið vann unglinga finaluna. Politiska ungmannafelagið Huxa skipar hesar næstu átta vikurnar fyri politiskum kvøldskúla, har fyrilestrar og vitjanir eru á skránni. Men hví skipað fyri slíkum kvøldskúla og er tað neyðugt fyri at vekja áhugan hjá teim ungu Í útvarpsstovuni vóru í morgun vóru komin fýra fýra umboð fyri tey stóru politisku ungmannafeløgini. Teir vóru John av Reyni formaður Sosialistisk Ung Kári Joensen nevndarlimur í Unga Tjóðveldi Johan Bech Húsgarð formaður í Huxa Jonathan Jacobsen næstformaður í Ungmannafelagnum Samband Vinnunevndin fer á fund klokkan hálgvum ellivu at leggja seinastu hond á álitið um seinasta partin av avlurtingarpakkanum. Tann partin, sum krevur, at telefyritøkurnar tøkniliga skulu kunna geva løgregluni tær upplýsingar og avlurtingar, sum henni tørvar. Minnilutin, Bjørt Samuelsen, Aksel V. Johannesen og Kári P. Højgaard, mælir tinginum frá at samtykkja uppskotið og vísir millum annað til, at tað ikki er rætt at áleggja borgaranum prísin fyri tær tænastur, sum løgreglan krevur at fáa frá telefyritøkunum út frá rættargangslógini, har tann stóri avlurtingarpakkin er skipaður. Hanus Samró úr Fólkaflokkinum er eisini ímóti at føroyski telekundin skal rinda við størri telefonrokningum. Hini trý í nevndini, Alfred Olsen, Bjarni Djurholm og Janus Rein, hava umhugsað at útseta, nær lógin skal koma í gildi. Fundur verður í Vinnunevndini um ein hálvan tíma, og álitið skal leggjast fram seinnapartin. Ætlanin er, at málið eisini skal hava aru viðgerð í dag. Sum orðið sigur, so er festivalurin ætlaður seniorum . Einki aldursmark er ásett, so tey, ið føla seg at vera seniorar eru vælkomin. Tó skal viðmerkjast, at festivalurin ikki er ætlaður børnum og ungum, skriva fyri fyrireikararnir í tíðindaskrivi Luttakaratalið verður avmarkað og tí tað umráðandi at ogna sær atgongumerki sum skjótast. Tordur Niclasen og Susan Johannesen vóru í morgunsendingini og greiddu frá Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, er hampuliga væl nøgd við sáttmálan, sum arbeiðsgevararnir og arbeiðarafeløgini skrivaðu undir í nátt. Hann er hægra lagi, men tað er prísurin fyri arbeiðsfrið, sigur hon. Ein pill býtt tíð. Soleiðis lýsir sangarin í føroyska rokkbólkinum, The Dreams, rákið seinastu vikurnar, har føroyingar hava staðið í bíðirøð eftir at loypa í kalda havið kring Føroyar. Heldur enn at taka við avbjóðingini, Hans Edward fekk, valdi hann í staðin at skriva ein nýggjan sang, nú tað sigst, at tað bert eru løgmaður og borgarstjórin í Havn, ið ikki loyptu í havið. Í sanginum svarar Hans Edward Andreasen aftur til rákið, ið tók seg upp í Føroyum stutt undan páskum, og nevnir avbjóðingina, at loypa í kalda havið, pill býtta, ið er merkt av einum ego stríði. Strandferðslan bíðar enn eftir svari úr Danmark, hvussu vorðið er við bakborðs azimuttinum á Teistanum. Teistin bar við land í Hesti skírisdag, og annar azimutturin, onnur skrúvan, fekk skaða. Alt kundi tó ikki gerast í lborg, so okkurt varð sent á eitt vekstað í Hirtshals fyri at fáa tað kannað har. Spurningurin er so, hvussu stórur skaðin er, hvat kann umvælast og hvussu leingi er at bíða eftir eykalutum. Teistin skuldi eftir ætlan á beding mikudagin eftir páskir. Tað arbeiðið verður liðugt í morgin. Men Teistin fer ikki í sigling aftur, fyrr enn azimutturin er umvældur. Samgongumenninir í Vinnunevndini mæla framvegis til at fella uppskotið hjá Javnaðarflokkinum um at broya lógina um vinnuligan fiskiskap fyri at tryggja útlendskum fiskimonnum føroysk sáttmálaviðurskifti. Uppskotið varð beint aftur í Vinnunevndina 23.apríl, tá onnur viðgerð var. Samgongufólk atkvøddu fyri at lata nevndini málið aftur. Orðaskiftið var nógv um garnaskipið Anitu. Samgongan feldi annars sama uppskot bæði í 2012 og í fjør. Meirilutin í Vinnunevndini heldur framvegis tað vera óheppið, at krøv um sáttmálar við manningarfeløgini verða sett í lógina um vinnuligan fiskiskap. Meirilutin heldur tað vera rættast, at allir útlendingar á fiskiskipum, sum eru undir føroyskum flaggi, skulu hava arbeiðs og uppihaldsloyvi í Føroyum. Og útlendsku fiskimenninir eiga at fáa hýru eftir altjóða sáttmálum, heldur meirilutin, sum tó framvegis ikki vil broyta lóginu um vinnuligan fiskiskap. Eitt nýtt súkkluár er byrjað og farna vikuskiftið var Torkil Weyhe aftur í kapping. Súkklað varð í Varde. 57 mans stillaðu upp til start í Landavegsúkkling, sum er 144 kilometrar. Tá bert 20 km vóru eftir, royndi Torkil saman við fýra øðrum at sleppa frá útbrótarunum. Tað eydnaðist ikki, og tá avtornaði bleiv tað til eitt 4. pláss til Torkil, sum verður mett at vera eitt sera gott úrslit. Torkil Weyhe súkklar í bólki A, sum er sterkasti bólkurin í Danmark. Nú bendir alt á, at bíðitíðin eftir nýggjum havrannsóknarskipi verður longd eina ferð afturat. Tí meirilutin í Vinnunevndini mælir til, at nýggjar tekningar og nýggj verkætlan verða gjørdar. Tríggir starvsmenn á Havstovuni hava gjørt vart við, at teir eiga upphavsrættin til tekningarnar og verkætlanina, sum Fiskimálaráðið fekk fyri góðum trimum árum síðani. Tekningarnar og kravspesifikasjónirnar liggja við lógaruppskotinum hjá Fiskimálaráðnum um at langtíðarleiga havrannsóknarskip frá privatum felagi, sum skal byggja skipið. Sakførarin hjá teimum trimum Havstovumonnunum hevur gjørt politiska myndugleikan varugan við, at løgtingið kann ikki við lóg taka ræðisrættin ella ognarrættin frá teimum, sum eiga upphavsrættin. Meirilutin sigur, at landið hevur higartil brúkt átta milliónir krónur til at gera kravspesifikasjónir, tekningar og detailprojekt til nýtt havrannsóknarskip. Hetta arbeiðið er gjørt gjøgnum Havstovuna. Men fyri at sleppa undan møguligum sakarmáli um upphavsrætt, mælir meirilutin nú landsstýrismanninum í fiskivinnumálum til at biðja um nýggja tekning og byggja annað skip enn tað, sum er í lógaruppskotinum. Landsstýrismaðurin hevur annars longu biðið Vinnunevndina broyta lógaruppskotið fyri at sleppa undan upphavsrættinum. Hann mælti til seta í uppskotið, at havrannsóknarskipið skal byggjast samsvarandi krøvum hjá Havstovuni. Men meirilutin í Vinnunevndini orðar broytingina øðrvísi, so Havstovan als ikki er nevnd. Broytingaruppskotið hjá samgongumonnunum í Vinnunevndini er, at havrannsóknarskipið skal byggjast samsvarandi teimum krøvum, sum skipið skal brúkast til. Dátureftirlitið vil hava at vita frá Mentamálaráðnum, um persónsupplýsingar hjá føroyskum fólkaskúlanæmingum, sum eru við í landsroyndunum, verða goymdar á einum servara í Kanada, og um tær verða viðgjørdar sambært føroysku persónsupplýsingarlógini. Dátueftirlitið sendi bræv um hetta til Mentamálaráðið, tá Dátueftirlitið, um fjølmiðlarnar, frætti, at Mentamálaráðið nýtir ein servara í Kanada. Dátueftirlitið heitir á Mentamálaráðið um at koma við eini frágreiðing um, hvørt persónsupplýsingar hjá fólkaskúlanæmingum verða goymdar í Kanada, og um so er, hvør viðgerðin er av hesum persónsupplýsingum er. Dátueftirlitið vil vita, hvørjar persónsupplýsingar talan er um, hvørjar upplýsingar verða fluttar av landinum, og hvussu hesin flutningur fer fram. Persónsupplýsingar eru, sambært persónsupplýsingarlógini, einhvør upplýsing og meting, knýtt at einum ávísum likamligum persóni. Lógin fevnir eisini um viðkvæmar upplýsingar, og til tær setur lógin serlig krøv. Dátueftirlitið vísirr á, at Mentamálaráðið er dátuábyrgdari av persónsupplýsingunum hjá føroysku fólkaskúlanæmingunum, ið eru við í landsroyndunum. Ráðið hevur tí skyldu til at lúka krøv og ásetingar í føroysku persónsupplýsingarlógini, og Mentamálaráðið hevur sostatt eisini ábyrgdina av, at dátuviðgerar, sum viðgera persónsupplýsingar vegna Mentamálaráðið, lúka krøvini í føroysku persónsupplýsingarlóggávuni. Mentamálaráðið skal svara Dátueftirlitinum í seinasta lagi í morgin. Mentamálaráðið sigur, at tað arbeiðir við svarinum, og fer at svara Dátueftirlitinum í morgin. Svenski staturin og kommunurnar lata stuðul til lesandi, bæði til íbúðir og barnaansing, men hava tit bil í Svøríki, ber ikki til at nýta føroyskt koyrikort. Hetta og mangt annað, svarar Annita á Fríðriksmørk uppá í samrøðuni her. Annita er leiðari á Halló Norðurlond, sum er partur av kunningartænastuni hjá Norðurlandaráðnum. Arbeiðarafeløgini eru rímiliga væl nøgd við sáttmálan, sum varð gjørdur við arbeiðsgevararnar í nátt. Men sersáttmálin fyri alvinnuna smakkar formanninum í Havnar Arbeiðsmannafelag illa, hóast hann gekk við til at skriva undir. Í dag hevði verjin í málinum um knívsstungurnar í Norðdepli í fjør summar sína proseduru, og Jógvan Páll Lassen, advokatur, segði, at eingi prógv eru fyri, at ákærdi maðurin ætlaði at drepa. Uppskotið snýr seg um, at alivinnan í staðin fyri galdandi loyvisskatt, sum er sjey prosent, skal rinda 4,5 prosent í eyka partafelagsskatti, og eitt tøkugjald. Tað er eitt hálvt prosent av marknaðarvirðinum á tí, ið verður tikið. Undir viðgerðini hevur Fíggjarnevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta. Meirilutin, sum eru umboðini hjá samgonguni, mælti løgtinginum til at samtykkja tilmælið frá arbeiðsbólkinum, sum var grundarlagið undir lógaruppskotinum. Minnilutin, eru umboðini hjá andstøðuni, mælti frá at samtykkja uppskotið. Andstøðan heldur, at allar vinnur eiga at skattast eins, og tekur ikki undir við at áseta tað, sum minnilutin kallar ein ein serskatt, sum hækking av partafelagsskattinum í veruleikanum er, sambært minnilutanum. Tí mælti minnilutin frá at áleggja alivinnuni 4,5 prosent í eyka partafelagsskatti. Tøkugjaldinum tekur minnilutin undir við, tí hann heldur, at verandi aktørar hava ein framíhjárætt til firðirnar, ið er ogn hjá øllum fólkinum. Hesin framíhjárættur merkir eisini, at onnur ikki sleppa framat at ala laks, tara ella annað, sum áhugi skuldi verið fyri. Var val nú, hevði flokkurin mist nærum 10 prosent av atkvøðunum og tríggjar ella fýra tingsessir, og so vánaligt úrslit hevur Sambandsflokkurin ongantíð havt. Fleiri leiðandi sambandsfólk hava gjørt vart við seg, síðani kanningin varð kunngjørd fríggjadagin, millum annað Edmund Joensen, fólkatingsmaður, og Bárður Nielsen, løgtingsmaður. Eftir Dag og Viku í kvøld verður Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður og formaður í Sambandsflokkinum, gestur hjá Boga Godtfred, sum fer at spyrja um úrslitið av veljarakanningini. Ein fiskivinnutjóð má hava eitt havrannsóknarskip. Og tað er als ikki vist, at Magnus Heinason kann brúkast, til eitt nýtt skip kemur. Stjórin á Havstovuni. Eilif Gaard, harmast um, at nú verður kanska upp aftur longur at bíða eftir nýggja havrannsóknarskipinum. Magnus Heinason er 36 ár. Í morgin er steðgur í nevningatinginum í Føroya rætti, har 12 nevningar skulu taka støðu til, um ein 18 ára gamal maður í Hvannasundi er sekur í drápsroynd, ella um hann skal dømast fyri harðskap. Eingin ivi er um, at tað var maðurin, sum sunnumorgunin 14. juli í fjør fór inn í tvey hús, og særdi fýra fólk. Hann er ákærdur fyri drápsroynd. Ákærin heldur fast við kravið um drápsroynd, men tak nevningarnir ikki undir við tí, so eigur maðurin at verða dømdur fyri serliga grovan harðskap. Verjin sigur, at eingi prógv eru um drápsroynd, og tí má maðurin dømast fyri harðskap. Tað seinasta, sum hendi í rættinum í dag, var, at verjin og ákærin gjørdu viðmerkingar til tað, sum partarnir høvdu ført fram í proceduruni, ella tá teir tóku samanum. Tá fer dómarin at kunna nevningarnar um, hvørjar reglur eru galdandi í rættinum, og hvussu farast skal fram, tá nevningarnir skulu taka støðu. Tá tann parturin er liðugur, fara nevningarnir saman, og teir skulu so taka støðu til, um ákærdi maðurin er sekur ella ikki. Tað kann taka rúma tíð hjá nevningunum at koma til eina niðurstøðu. Minst átta av nevningunum skulu vera samdir. Tá nevningarnir eru komnir við sínari niðurstøðu verður revsingin ásett. Á hvørjum ári verða umleið 40 60 føroyingar sendir á Center for rygkirurgi i Hellerup, men Heilsumálaráðið ætlar at taka sær skurðviðgerðir heim til Føroya. Málið er til viðgerðar í tinginum í løtuni. Landssjúkrahúsið hevur gjørt avtalu við ein skurðlækna í Noregi, og tað verða fleiri fyrimunir at hava viðgerðina í Føroyum, sigur Sigruð Ó. Vang, stjóri á Landssjúkrahúsinum. Johan Dahl, landsstýrismaður í samferðslumálum, er nú kærdur til landsstýrismálanevndina fyri fíggjaróskilið á Strandfaraskipum Landsins. Løgtingsgrannskoðararnir komu í síðstu viku við hvøssum atfinningum um fyrisitingina hjá Johan Dahl av Strandferðsluni, men hvørki landsstýrismaðurin sjálvur ella løgmaður vildu taka nakrar avleiðingar av lemjandi frágreiðingini. Men nú hevur øll andstøðan kært landsstýrismannin til landsstýrismálanevndina. Í kæruni siga andstøðuflokkarnir, at teir halda, at misálitisváttan eigur at verða reist móti Johan Dahl. Eftir at hava loddað dýpið millum samgonguflokkarnar bendir tó onki á, at ein misálitisváttan fer at verða samtykt í løtuni. Tí hava andstøðuflokkarnir í fyrsta umfari valt at kæra til Landsstýrismálanevndina. Í kæruni vísa andstøðuflokkarnir til niðurstøðurnar hjá Løgtingsgrannskoðarunum, sum millum annað staðfesta, at landsstýrismaðurin ikki kunnaði Løgtingið ella bað Løgtingið um eykajáttan, hóast hann var vitandi um, at játtanin til stovnin ikki fór at halda. Hvørt landsstýrismaðurin hevur fyrisitið á lógligan hátt. Hvørt landsstýrismaðurin hevur hildið stýrisskipanarlógina. Hvørt landsstýrismaðurin hevur hildið lóg um játtanarskipan landsins. Hvørt landsstýrismaðurin hevur hildið lóg um ábyrgd landsstýrisins. Hvørt landsstýrismaðurin annars hevur røkt tær skyldur sum áliggja honum í fyrisitingini av hesum málinum. Tað er stór skomm, at Eik Grunnurin ikki verður kannaður, segði Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, í tinginum í dag. Hann bønaði løgtingið um at játta peningin, so kanningin kann gerast liðug. Eisini tosa vit við Hanni Bjartalíð um tað at vera listamaður í Finnlandi, og hvussu almennu stuðulsmøguleikarnar heldur kundu veri skipaðir. Og í mentanarálmanakkanum hitta vit Kinnu Poulsen, sum er kurator á framsýning, sum letur upp í Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn Joel Cole, sum hevur framsýning saman við Amariel Norðoy, og Hedvig Westerlund Kapnas, sum greiður frá dansibólkinum Fanclub, ið verður á palli í Norðurlandahúsinum. Vinnumálaráðið visti alla tíðina, at Strandferðsluni fór at tørva pening. Strandferðslan gjørdi fleiri ferðir í 2013 Vinnumálaráðið vart við støðuna. Í november 2012 sigur Vinnumálaráðið í svari til Fíggjarnevndina, at fíggjartørvurin hjá SSL verður 143,8 milliónir krónur. Men kortini fær Strandferðslan 139 milliónir krónur, tá fíggjarlógin fyri 2013 verður samtykt. Ætlanin er, at søguligi, grøni SOR bygningurin við flogvøllin skal verða ein innbygdur partur av nýggja krígssavninum, sum samstundis skal vera ein mentanardepil fyri allar Vágar. Ein verkætlan, sum fer at kosta 32 milliónir krónur. Bjørn Kalsø heldur, at partarnir eiga at kunna finna eina semju um krígssavnið. Hann fer í næstum at kalla Søvn Landsins og umboð fyri Krígssavnið á fund í Mentamálaráðnum fyri at fáa eina loysn á málinum. Føroyski kundin eigur ikki at rinda fyri, at telefyritøkurnar mugu gera stórar tøkniligar íløgur fyri at veita donsku løgregluni avlurtingartænastur, og l andsstýrið skal spyrja donsku stjórnina, um hon ikki kann endurrinda føroysku telefyritøkunum kostnaðin fyri avlurtingarpakkan. Tað sigur meirilutin í Vinnunevndini, sum mælir tinginum til at útseta gildiskomuna til 1. juli næsta ár, so landsstýrið fær stundir at gera avtalu um pengarnar við stjórnina í Keypmannahavn. Meirilutin, sum er Alfred Olsen, Bjarni Djurholm, Hanus Samró og Janus Rein, hevur tikið til eftirtektar, at uppskotið um nýggju krøvini til telefyritøkurnar í fjarskiftislógini skulu tryggja neyðuga tøkniliga útgerð og skipanir til avlurtingarpakkan. Meirlutin sigur tó, at av tí at tað eru so fá, sum verða avlurtað revsikarmurin skal vera seks ár so kann tað ikki vera rímiligt, at rokningin verður send til hvønn borgara í landinum. Og av tí at nevndin hevur fingið at vita, at løgtingið ikki kann áleggja donsku stjórnini gjald fyri avlurtingarútbúnaðin, so eigur landsstýrið skjótast gjørligt at taka samráðingar upp við danskar myndugleikar, um møguliga at fáa danir at endurrinda útreiðslurnar. Tilmælið hjá meirlutanum er tí, at tingið samtykkir uppskotið, men við tí broyting, at krøvini ikki koma í gildi fyrr enn 1. juli næstai ár. Meirlutin nevnir einki um KT trygd ella óvissuna, sum valdar um, hvørt avlurtingarskipanin skal skipast eftir føroysku ella donsku persónsdátulógini. Minnilutin, sum er Bjørt Samuelsen, Aksel V. Johannesen og Kári P. Højgaard, ásannar, at tøkniligar forðingar eru, sum kunnu gera arbeiðið hjá løgregluni óneyðuga trupult, og er tí ikki ímóti, at telefyritøkurnar fáa høvi at dagføra tøkniliga útbúnaðin. Men minnilutin kann als ikki góðtaka, at føroyski brúkarin skal rinda kostnaðin. Løgreglan er ikki yvirtikin, og gjald og vald skal fylgjast, sigur minnilutin, sum eisini óttast, at kostnaðurin fer at vera kappingaravlagandi, tí íløgurnar fara at tyngja lítlu Vodapone ósamsvarandi nógv, sammett við ta størru fyritøkuna Føroya Tele. Minnilutin vísir eisini á, at Dátueftirlitið mælir frá at samtykkja uppskotið, so leingi sum ógreiða valdar um, hvørt tað er danska ella føroyska Dátueftirlitið, sum er eftirlitsmyndugleiki og hevur eftirlitsskyldu sambært lógini. Og eisini heldur minnilutin, at trygdarparturin í hvønn mun viðkvæmar upplýsingar hjá borgarunum verða nóg væl vardar í sambandi við avlurting eru alt ov illa lýstir. Minnilutin vísir annars á allar ógreiðurnar í sambandi við málið um sonevnda avlurtingarpakkan, og mælir løgtinginum frá at samtykkja tað. SEV hevur søkt Jarðfeingi um loyvi at seta sjóvarfalsturbinur upp í Vestmannasundi. SEV fer í fyrstu atløgu at gera sjóvarfalsroyndir saman við týsku fyritøkuni Voith. SEV og Voith eru samd um, at Voith setir eina 300 KiloWatt sjóvarfalsturbinu upp á havbotninum í Vestmannasundi á einum royndarøki, sum er 3,75 ferkilometrar vítt. Sambært SEV kunnu Føroyar fáa allan sín streym úr sjóvarfallinum eina ferð í framtíðini. Ein meting er, at við Føroyar er eitt GigaWatt av sjóvarfalsorku. Til ber at gagnnýta 150 til 200 MegaWatt, sum eru 15 til 20 prosent, av sjóvarfalsorkuni. Til samanberingar nevnir SEV, at tá mesti eftirspurningur er eftir streymi í Føroyum, ger SEV upp í 45 MegaWatt. Sostatt kunnu allar Føroyar fáa elorku burtur úr sjóvarfallinum eina ferð í framtíðini, um alt hepnast væl, er niðurstøðan hjá SEV. Í fjør gav SEV smápartafelagnum FTPP í Vestmanna fyribils loyvi til at binda í netið hjá SEV á Oyrargjógv. FTPP ætlar at gera streym úr sjóvarfallinum við einum hjóli, sum verður fest við akkeri í havbotnin í Vestmannasundi. Í kjalarvørrinum á vanlukkuni hjá garnaskipinum Anitu eru spurnartekin sett við eftirlitið við trygd og arbeiðsumstøðum á fiskiskipum. Tað eftirlitið hevur Sjóvinnustýrið. Samgongumenninir í Vinnunevndini hjá løgtinginum siga millum annað í einum áliti, at til ber kanska at sleppa undan vanlukkum á sjónum, um fleiri venjingar vóru á skipunum, kunningin um trygdarskipanir var betri, og eftirlitið røkti sína uppgávu betur. Johan Dahl, landsstýrismaður, sum varðar av Sjóvinnustýrinum, segði við Útvarpið 5.april, at hann fer at herða reglurnar um eftirlit við fiskiskipum. Sum skilst verður ein partur av herda eftirlitinum, at manningin á vaktar og bjargingarskipunum umframt at kanna reiðskap og veiðu kannar trygdina og arbeiðsumstøðurnar hjá fiskimonnunum. Tað upplýsir Fiskimálaráðið í svari til Kára P. Højgaard, løgtingsmann, sum setti Jacob Vestergaard nógvar spurningar um garnaskipini. Millum annað spurdi tingmaðurin, hvussu ofta Vørn kannar garnaskipini. Svarið er, at Vørn hevur kannað garnaskipini 30 ferðir í tíðarskeiðinum 1.januar 2011 til 28.apríl í ár. Til dømis er Oknin kannað átta ferðir, Gudrun sjey ferðir, Thor fimm ferðir og Anita og got fýra ferðir. Jacob Vestergaard svarar, at Vørn hevði týðandi viðmerkingar til dagbókina hjá got í sambandi við eftirlitskanning tann 15. apríl í fjør og hjá Anitu tann 21.apríl í ár. Staðfest er, at føroyingar og útlendingar við garnaskipum ikki hava lokið kravið um trygdarskeið og Bláu bók. Bláa bók er heilsuváttan hjá sjófólki. Fýra menn á garnaskipum høvdu ikki heilsuváttan. Og tíggju høvdu ikki trygdarskeið, tá Brimil og Tjaldur kannaðu skipini. Harumframt hevur eftirlitið á landi í tveimum førum staðfest, at stórur partur av útlendsku manningini á Anitu hevði ikki trygdarskeið. Brot av hesum slagi verða latin fútanum, sigur landsstýrismaðurin. Tað kostaði Vørn 400.000 krónur í eykaútreiðslum at kanna nógvu gørnini hjá Anitu fyrst í apríl, tá tey 1400 gørnini vórðu undir eftirliti hjá Vørn. Anita fiskaði annars nógv mest av føroysku garnaskipunum í fjør. Anita avreiddi góð 530 tons í fjør, stendur eisini í svarinum úr Fiskimálaráðnum Anita avreiddi í Havn, Miðvági, Klaksvík og í Vigo í Spania. Talan er um vardan bústað, sum skal innrættast soleiðis, at pláss er fyri serligum hjálpartólum. Eingin slíkur bústaður er í landinum. Í løtuni er stórur tørvur á at útvega tílíkan bústað. Landsverk hevur mett byggikostnaðin at vera 1,4 milliónir krónur Einki er sett av til júst hesa verkætlan í fíggjarlógini fyri 2014. Men pengarnir eru til í játtanini hjá Almannamálaráðnum, pengar, sum annars ikki verða brúktir í ár. Teir kunnu tó ikki brúkast til serliga varda bústaðin uttan heimild. Og tann spurningin vil Annika Olsen ráðføra seg við Fíggjarnevndina. Lærugreinin týskt er um at hvørva bæði í fólkaskúlanum og á miðnámi. Hetta harmar lærararnar í týskum, sum siga, at fremmandamálini verða niðurraðfest í mun til náttúruvísindaligu lærugreinirnar. Men ger tað nakað Vit tosaðu við Astrið Breckmann lærara í morgun Vørn upplýsir, at stjórnin og depilsleiðslan á Landssjúkrahúsinum boðaði frá fyri einari viku síðani, at raðfestingar í játtanarkarminum hjá Landssjúkrahúsinum gera, at eingin viðgerð av sjúklingum í trýsttanga verður eftir 31.mai. Fyri góðum tveimum árum síðani fingu kavararnir hjá Fiskiveiðueftirlitinum forboð fyri at kava í nakrar dagar. Tá avgjørdi sáttmálaloysi millum Fíggjarmálaráðið og Serlæknafelagið, at eingin lækni var at manna trýsttangan. Men tá fekst ein loysn. Fiskiveiðueftirlitið keypti trýsttangan í 1992. Hetta er einasti trýsttangi í Føroyum. Síðani tá eru knappliga 20 kavarar viðgjørdir í honum. Eingin kavari hjá Fiskiveiðueftirlitinum hevur tó higartil havt brúk fyri viðgerð í tanganum. Kallið sum sóknarprestur er krevjandi við bæði døgnvakt og forskotnari arbeiðstíð. Prestar hava tørv á bæði útbúgving, eftirútbúgving og skeiðvirksemi, um teir ikki skulu leggjast fyri ella brenna út. Eisini er tað gott fyri prestastættin, at allir prestar í embæti kunnu verða saman uttan órógv í nakrar dagar. Bæði tað fakliga, persónliga, innanhýsis samskifti og friðurin á avmarkaðum øki. Eftir at fyrsti ársfjórðingur er farin afturum, heldur leiðslan í BankNordik fast um, at úrslitið í ár verður 200 til 240 milliónir krónur brutto. Bankin væntar at skulu strika færri lán í ár enn í fjør, er at niðurskrivingarnar verða færri í ár. BankNordik hevði 31 milliónir krónur í vinningi fyri skatt í fyrsta ársfjórðingi, kunnger bankin í dag. Inntøkurnar av rakstrinum hjá BankNordik samtakinum vóru 190 milliónir krónur í fyrsta ársfjórðingi. Tað var í minna lagi, tí eftirspurningurin eftir lánum og kredittum er framvegis lítil. Harafturat ávirkar hørð kapping um útlánsrentuna rentumarginalin, ikki minst í Føroyum. Harafturímóti helt jaliga gongdin í danska bankavirkseminum hjá BankNordik fram í fyrsta ársfjórðingi, sigur bankin í tíðindaskrivi.Í hesum ársfjórðinginum, tað var tann 23.apríl, rindaði BankNordik 63 milliónir krónur aftur av ábygdarláninum frá danska statinum. BankNordik hevur nú minkað síni ábyrgdarlán niður í 460 milliónir krónur Tær báðar vitjaðu í útvarpsstovuni í morgun. Tær greiddu frá hvar áhugin fyri eurovison er komin frá, og síðani valdu tær trý yndis løg frá Eurovision. Í dag verður onnur viðgerð av uppskotinum hjá Johan Dahl, landsstýrismanni, um at útveita farleiðir hjá Strandferðsluni. Málið hevur verið í Vinnunevndini, og nevndin hevur býtt seg í ein meiriluta og eina minniluta. Meirilutin, sum er Alfred Olsen, Bjarni Djurholm, Hanus Samró og Janus Rein, tekur undir við at útveita leiðir hjá Strand ferðsluni , men hevur eitt broytingaruppskot til lógina, so tað verður nágreinað í lógini, hvørjar farleiðir kunnu útveitast, og at farleiðirnar bert kunnu útveitast, um tær eru til fyrimunar fyri farleiðirnar bæði fíggjarliga og tænastuliga. Tær farleiðirnar, sum meirilutin í nevndin tekur undir við at útveita, eru farleiðirnar millum Tvøroyri Tórshavn, Skúvoy Sand, Skopun Gamlarætt, Skopun Hest, Hest Gamlarætt, Nólsoy Tórshavn, Klaksvík Kalsoy, Hvannasund Fugloy og Hvannasund Svínoy. Minnilutin í Vinnunenvdini, Kári P. Højgaard, Aksel V. Johannesen og Bjørt Samuelsen, tekur ikki undir við uppskotinum. Minnilutin vísir á, at lógaruppskotið hvørki lýsir ella ger tað sannlíkt, at ein útveiting verður betri ella bíligari fyri borgaran. Hann heldur ikki tað vera rætt, at eitt landsstýrisfólk ætlar at gera eina so prinsipiella lógarbroyting uttan at hava gjørt eitt fyrireikingarbeiði, sum lýsir fyrimunir og vansar. Minnilutin og Utoyggjafelagið vísa á, at tænastan á Mykinesleiðini, sum er útveitt, er versnað, og at tað er vorðið munandi dýrari hjá fólki at koma í oynna. Serstakliga ring er flutningstænastan sjóvegis vetrarhálvuna. Útveitingin hevur verið jalig fyri ferðavinnuna, men als ikki fyri tey fastbúgvandi. Minnilutin í nevndini setur tí spurnartekin við, hvørjum sjóvegis leiðin fyrst og fremst skal tæna, Útoyggjafelagið handaði síðst í februar undirskriftir, har fólk heittu á Løgtingið um ikki at útveita strandferðsluleiðirnar. Í skrivinum stendur at Útoyggjarnar hava tørv á, at politiska skipanin bakkar útoyggjarnar upp, stuðlar undir menning og skapar grundarlag fyri bøttum umstøðum og búseting. Hetta uppskot ger tað øvuta skapar ótryggleika og ótta fyri framtíðini. Útvarpið spurdi síðst í apríl Vinnumálaráðið, hvørjar eftirmetingar eru gjørdar av royndunum, sum higartil eru gjørdar við útveiting og privatisering av tænastum innan samferðslu. Til dømis Farmaleiðir, Bygdaleiðir, Mykinesleiðin og tyrluflúgvingin til útoyggjar. Vit vildu vita, hvat eftirmetingarnar hava víst, og um tænasturnar eru vorðnar bíligari at reka. Men í Vinnumálaráðnum hava tey ongar eftirmetingar av útveitingini. Í øllum førum var svarið, at Vinnumálaráðið hevur onki skrivligt tilfar um eftirmetingar . Vit hoyra sætta part av søguni um Páll Fanga. Tá ið pápi Páll doyr, verður Páll lagdur undir at hava beint fyri honum við eitri, og tí flýggjar og krógvar hann seg í fjøllunum í Kalsoynni. Men Páll sleppur ikki so, men verður tikin og settur í Skansan. Hann flýggjar og krógvar seg í fjøllunum, men verður aftur tikin og settur í Skansan. Hetta er ein nýskrivað søga um Páll Fanga, har høvdundurin gevur henni ein nýggjan, øðrvísi enda. Oddvør Johansen skrivaði bókina. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav bókina út í 2013. Edvard Fuglø myndprýddi. Páll Danielsen lesur bókina. Finnur Hansen ger ljóðmyndina. Vit hoyra sjeynda part av søguni um Páll Fanga. Tá ið pápi Páll doyr, verður Páll lagdur undir at hava beint fyri honum við eitri, og tí flýggjar og krógvar hann seg í fjøllunum í Kalsoynni. Men Páll sleppur ikki so, men verður tikin og settur í Skansan. Hann flýggjar og krógvar seg í fjøllunum, men verður aftur tikin og settur í Skansan. Hetta er ein nýskrivað søga um Páll Fanga, har høvdundurin gevur henni ein nýggjan, øðrvísi enda. Oddvør Johansen skrivaði bókina. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav bókina út í 2013. Edvard Fuglø myndprýddi. Páll Danielsen lesur bókina. Finnur Hansen ger ljóðmyndina. Vit hoyra áttanda part av søguni um Páll Fanga. Tá ið pápi Páll doyr, verður Páll lagdur undir at hava beint fyri honum við eitri, og tí flýggjar og krógvar hann seg í fjøllunum í Kalsoynni. Men Páll sleppur ikki so, men verður tikin og settur í Skansan. Hann flýggjar og krógvar seg í fjøllunum, men verður aftur tikin og settur í Skansan. Hetta er ein nýskrivað søga um Páll Fanga, har høvdundurin gevur henni ein nýggjan, øðrvísi enda. Oddvør Johansen skrivaði bókina. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav bókina út í 2013. Edvard Fuglø myndprýddi. Páll Danielsen lesur bókina. Finnur Hansen ger ljóðmyndina. Tjóðveldi tekur eisini undir við uppskotinum hjá Johan Dahl, landsstýrismanni. Men Javnaðarflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin mæla tinginum frá at samtykkja uppskotið. Samgongan og Tjóðveldi siga, at skal ferðavinnan gerast ein gevandi inntøka og geva arbeiðspláss í framtíðini, er best at leggja hana í alment partafelag. Kortini ivast tey í, um partafelagsformurin er tann rætti ella kann brúkast í hesum føri. Tí ein stórur partur av inntøkuni hjá felagnum fer at koma frá tí almenna og minni parturin frá privatum. Vit hoyra níggjunda part av søguni um Páll Fanga. Tá ið pápi Páll doyr, verður Páll lagdur undir at hava beint fyri honum við eitri, og tí flýggjar og krógvar hann seg í fjøllunum í Kalsoynni. Men Páll sleppur ikki so, men verður tikin og settur í Skansan. Hann flýggjar og krógvar seg í fjøllunum, men verður aftur tikin og settur í Skansan. Hetta er ein nýskrivað søga um Páll Fanga, har høvdundurin gevur henni ein nýggjan, øðrvísi enda. Oddvør Johansen skrivaði bókina. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav bókina út í 2013. Edvard Fuglø myndprýddi. Páll Danielsen lesur bókina. Finnur Hansen ger ljóðmyndina. Vit hoyra tíggjunda part av søguni um Páll Fanga. Tá ið pápi Páll doyr, verður Páll lagdur undir at hava beint fyri honum við eitri, og tí flýggjar og krógvar hann seg í fjøllunum í Kalsoynni. Men Páll sleppur ikki so, men verður tikin og settur í Skansan. Hann flýggjar og krógvar seg í fjøllunum, men verður aftur tikin og settur í Skansan. Hetta er ein nýskrivað søga um Páll Fanga, har høvdundurin gevur henni ein nýggjan, øðrvísi enda. Oddvør Johansen skrivaði bókina. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav bókina út í 2013. Edvard Fuglø myndprýddi. Páll Danielsen lesur bókina. Finnur Hansen ger ljóðmyndina. Hóast kommunurnar í Sandoynni nýttu 20.000 krónur, so Froyur kundi sigla millum Skopun og Gomlurætt langafríggjadag og páskdag, atkvøddu sandoyartinglimirnir, Brandur Sandoy og Gerhard Lognberg, ikki fyri uppskotinum hjá Tjóðveldi um at játta pening, so Strandferðslan kann røkja siglingina allar dagar í árinum. Brandur Sandoy, sum eisini er borgarstjóri á Sandi, atkvøddi ímóti uppskotinum, og Gerhard Lognberg, sum eisini er borgarstjóri í Skopun, var ikki við í atkvøðugreiðsluni. Tað vóru Páll á Reynatúgvu og Sirið Stenberg, sum løgdu uppskotið fram, ið skuldi fáa løgtingið at játta 1,8 milliónir krónur, so strandfaraskipini skuldu sigla hvønn dag í árinum. Tá atkvøtt varð um uppskotið í gjár, fall tað, tí bert 9 tinglimir vóru fyri og 14 ímóti. Eingin føroyingur er við í Grand Prix sangkappingini í Keypmannahávn í hesum døgum, men havnarmaðurin Per Zachariassen er framleiðari producari á sjónvarpssendingini hjá danska sjónvarpinum. Fyrr hálvfinalan var í gjárkvøldið, og hon gekk væl, sigur Per Zachariassen. Seinna hálvfinalan verður í annaðkvøld, og leygarkvøldið verður finalan. Nýggjar tekningar og nýggj verkætlan skulu gerast fyri nýggja havrannsóknarskipið, og tí kann væntast, at bíðitíðin eftir nýggjum skipi verður longd eina ferð enn. Løgtingið samtykti seinnapartin uppskotið frá Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni, við teimum broytingum, sum samgongutingmenninir í Vinnunevndini mæltu til. Broytingin varð samtykt við 19 atkvøðum fyri og 11 ímóti. Tríggir starvsmenn á Havstovuni hava gjørt vart við, at teir eiga upphavsrættin til tekningarnar og verkætlanina, sum Fiskimálaráðið fekk fyri góðum trimum árum síðani. Tekningarnar og kravspesifikasjónirnar liggja við lógaruppskotinum hjá Fiskimálaráðnum um at langtíðarleiga havrannsóknarskip frá privatum felagi, sum skal byggja skipið. Sakførarin hjá teimum trimum Havstovumonnunum hevur gjørt politiska myndugleikan varugan við, at løgtingið kann ikki við lóg taka ræðisrættin ella ognarrættin frá teimum, sum eiga upphavsrættin. Meirilutin í Vinnunevndini visti á, at landið hevur higartil brúkt átta milliónir krónur til at gera kravspesifikatiónir, tekningar og detailprojekt til nýtt havrannsóknarskip. Hetta arbeiðið er gjørt gjøgnum Havstovuna. Men fyri at sleppa undan møguligum sakarmáli um upphavsrætt, mælir meirilutin nú landsstýrismanninum í fiskivinnumálum til at lata biðja um nýggja tekning og byggja annað skip enn tað, sum er í lógaruppskotinum. Landsstýrismaðurin bað annars Vinnunevndina broyta lógaruppskotið fyri at sleppa undan upphavsrættinum. Hann mælti til seta í uppskotið, at havrannsóknarskipið skal byggjast samsvarandi krøvum hjá Havstovuni. Broytingaruppskotið hjá samgongumonnunum í Vinnunevndini var, at havrannsóknarskipið skal byggjast samsvarandi teimum krøvum, sum skipið skal brúkast til. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, gjørdi greitt í tinginum í gjár, at kanningin av Eik Grunninum eigur at halda fram, og at neyðugur peningur má játtast til endamálið. Johan Dahl, landsstýrismaður, legðist ikki á boðini, men hevur givið umsitingini í Vinnumálaráðnum boð um at gera eitt uppskot um at kanna Eik Grunnin, so tað kann samtykkjast, áðrenn tingið fer til hús fríggjadagin. Johan Dahl sigur seg ikki í løtuni kunna siga, hvussu uppskotið verður orðað, tí umsitingin kannar viðurskiftini, áðrenn uppskotið verður gjørt. M.a. verður kannað, hvør avleiðingin verður, eftir at fútin hevur boðað frá, at málið um Eik grunnin er fyrnað, og tí kann neyvan nakar dragast til svars, um revsiverd viðurskifti koma undan kavi í kanningini. Eisini verður kannað, hvussu rættartrygdin er hjá teimum, sum hava ábyrgdina. Jørgin Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sigur seg vita, at Vinnumálaráðið arbeiðir við einum uppskoti um at kanna Eik Grunnin út í æsir, og kemur ein umbøn um eykajáttan um tað úr Vinnumálaráðnum, verður uppskot lagt fyri løgtingið. Johan Dahl sigur, at hann væntar at fáa niðurstøðuna hjá umsitingini í Vinnumálaráðnum í dag. Týsdagin fer Landsstýrismálanevndin at hava fund um kæruna um Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum. Allir fýra andstøðuflokkar hava kært fyrisitingina hjá Johan Dahl í sambandi við fíggjarligu viðurskiftini á Strandfaraskipum Landsins í 2013. Floksformenninir, sum hava skrivað undir kæruna, vísa til frágreiðingina og viðmerkingarnar hjá Løgtingsgrannskoðarunum, sum løgtingið fekk 1.mai. Í teimum eru nógvar óvanliga hvassar atfinningar at Vinnumálaráðnum og landsstýrismanninum. Andstøðan vil nú hava Landsstýrismálanevndina at gera niðurstøður um, hvørt Johan Dahl hevur fyrisitið á lógligan hátt, hildið stýrisskipanarlógina, lógina um landsins játtanarskipan og lógina um ábyrgd landsstýrisins. Harafturat um Johan Dahl annars hevur røkt tær skyldur, sum áliggja honum sambært lógum og regglum í fyrisitingini av hesum málinum, sum er fíggjarliga støðan hjá Strandferðsluni í 2013. Fíggjarnevndin góðtók ikki ráðsførsluskjalið hjá Almannamálaráðnum um at flyta pengar av kontuni bústovnar til ein nýggjan vardan bústað. Men landsstýriskvinnan fær kortini pengarnar, tí í staðin fyri, hevur Fíggjarnevndin lagt uppskot um eykajáttanarlóg fyri løgtingið. Fíggjarnevndin er samd við landsstýriskvinnuna um, at málið hevur skund. Men Fíggjarnevndin heldur, at talan er um játtan til nýggja verkætlan, og ikki um broyttar fortreytir fyri játtanini til bústovnar. Tí krevst ein lógarbroyting. Landsstýriskvinnan í almannamálum, Annika Olsen, bað í gjár Fíggjarnevndina um ráðførslu um pengar til ein vardan bústað. Talan er um vardan bústað, sum skal innrættast soleiðis, at pláss er fyri serligum hjálpartólum. Eingin slíkur bústaður er í landinum. Og í løtuni hevur tað skund at útvega tílíkan bústað. Landsverk hevur mett byggikostnaðin at vera 1,4 milliónir krónur Men einki er sett av til júst hesa verkætlan í fíggjarlógini fyri 2014. Pengarnir eru kortini til í játtanini hjá Almannamálaráðnum. Pengar, sum annars ikki verða brúktir í ár. Teir kunnu tó ikki brúkast til serliga varda bústaðin uttan heimild frá løgtinginum. Tóra við Keldu er nú nýggj forkvinna í MBF Meginfelag teirra Brekaðu í Føroyum. Felagið hevði aðalfund í gjákvøldið og har var Tóra vald til forkvinnu, sum einasta valevni. Vit ringdu til Tóru við Keldu í morgun Í gjár atkvøddi tinglimurin og borgarstjórin á Sandi, Brandur Sandoy, ikki fyri uppskotinum hjá Tjóðveldi um at játta pening, so Strandferðslan kann røkja sigling um Skopunarfjørð allar dagar í árinum. Og tað hevur fingið ilt í fleiri sandoyingar, við skrivligum viðmerkingum á teimum sosialu miðlunum. Hóast Brandur Sandoy atkvøddi ímóti at játta pengar til sigling alt árið, lovar hann kortini nú á Sandoyarportalinum, at hann fer at arbeiða fyri, at siglt verður um fjørðin allar dagar í árinum. Sandoyartinglimurin sigur, at tá tú situr í samgongu, tekur tú ikki undir við andstøðuuppskotum, uttan einasta endamálið er at vinna samgonguni neisur. Tað gevur sjáldan úrslit í longdini, sigur hann, og tí atkvøddi hann ímóti. Brandur Sandoy leggur afturat, at Páll á Reynatúgvu hevur sitið í samgongu í seks ár, harav tvey ár í landsstýrinum, men kortini ikki megna at loyst málið um at sigla alt árið. Tað var annars Páll á Reynatúgvu, saman við Sirið Stenberg, sum legði uppskotið fram, ið skuldi fáa løgtingið at játta 1,8 milliónir krónur, so strandfaraskipini sigla hvønn dag í árinum. Tá atkvøtt varð um uppskotið í gjár, fall tað, tí bert níggju tinglimir vóru fyri og 14 ímóti. Millum teirra, sum atkvøddu ímóti, var Brandur Sandoy. Hin sandoyartinglimurin í samgonguni, Gerhard Lognberg, var ikki við í arkvðugreiðsluni Kommunurnar í Sandoynni nýttu annars 20.000 krónur um páskirnar, so Froyur kundi sigla ímillum Skopun og Gomlurætt langa fríggjadag og páskadag. Samfelagsfrøðingar í Føroyum hava stovnað áhugafelag. Felagið eitur SamFelagið, Samfelagsvísindafelag Føroya. Í felagnum eru 30 limir. Endamálið hjá felagnum er at virka fyri fakligum íkasti til samfelagskjakið og styrkja ávirkanina frá samfelagsvísindaligum arbeiði og gransking, sigur forkvinnan, Erika Anne Hayfield. Felagið skal vera ein vitanarpallur, sum stimbrar fakliga kjakið millum limirnar. Felagið arbeiðir nú við at skipa fyri viðkomandi fyrilestrum og tiltøkum fyri ávíkavist limir og almenningin. Eisini arbeiðir felagið við at menna eina heimasíðu, sum skal vísa eitt yvirlit yvir føroyskar samfelagsfrøðingar, teirra førleikar og serøki. Eitt av endamálunum við síðuni er at gera tað lættari hjá fjølmiðlum at finna serfrøðingar til aktuell mál.ððm seg við Eriku Anne Hayfield sum forkvinnu. SamFelagið er fyri tey, sum hava lokið kandidat , master og PhD í samfelagsvísindi. Tey, sum lesa samfelagsvísindi, kunnu fáa atlimaskap. Í nevndini í nýggja felagnum eru Erika Anne Hayfield, Gestur Hovgaard, Kári Holm Johannesen, Súsanna Holm og Karin Johanna L. Knudsen. Tey skriva fúlar søgur, tristar lagnur og upplýsa ungdómin um tiltøk. Men er tað neyðugt at hava ein ungdómspall, og hvussu velur redaktiónin hvat er aktuelt hjá ungdóminum Tey verða millum annað spurd um hvør Hússj er og hvussu tey upplivdu reaktiónina, tá teirra fúla tilfar varð umrøtt á Løgtingsins røðarapalli. Løgtingið tók undir við, at loyvt verður at skjóta grágás, sum setur seg á velt lendi. Men tingið herdi lógarbroytingina, sum Fiskimálaráðið bað um. Skrivligt loyvi krevst frá Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni, fyri at skjóta. Og skjótast kann bara, um grundaðir trupulleikar kunnu ávísast. Ein treyt er, at myndugleikarnir fáa at vita, hvussu nógvar gæs eru skotnar, og myndugleikarnir skulu kunna fáa gæsnar til kanningar. Løgtingið hevur eisini álagt landsstýrismanninum at skipa fyri kanningum og vísindaligum teljingum av grágæs. Og løgtingið samtykti eisini, at lógarbroytingin, sum gevur loyvi til at skjóta grágás, verður ikki galdandi í allar ævir, men bara í trý ár, til 1.juni i 2017. Henrik Old, sum legði uppskotið fram, tók tað aftur, tá onnur viðgerð var liðug í løgtinginum í gjárkvøldið. Sambært uppskotinum skuldu stavirnir CWQZ og X verða partur av stavraðnum, men tað kom ikki til atkvøðugreiðslu. Sambært in.fo, sigur Henrik Old, at hann tók uppskotið, tí Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, hevur víst á, at eitt tílíkt mál ikki hoyrir heima í løgtinginum. Minnilutin, Bjarni Djurholm, Edva Jacobsen og Jóna Mortensen, mælti til at hava tvey stavrað. Eitt til føroyska rættskriving og eitt til fremmandaorð og yrkisorð. Gunvør Balle, Jenis av Rana og Poul Michelsen mæltu til at taka undir við tilmælinum hjá Málráðnum, og varðveita verandi stavrað. Og ein triði minniluti, Rigmor Dam, mælti til at samtykkja uppskotið hjá Henriki Old, um at taka stavirnar CWQZ og X upp í stavraðið. Ætlanin er ikki at leiga nakað skip, meðan Teistin verður umvældur, men brúka loysnina, sum hevur verið, síðani Teistin fekk skaða skírisdag. Olga Kristina Hansen hevur spælt 29 landsdystir fyri Føroyar, og hon hevur skorað fýra mál. Hon væntar, at Føroyar fáa gott úrslit í kvøld. Vit hava fingið tríggjar dystir á hægsta stigi afturat í beinini. Um vit megna at vera disiplineraðar og forða teirra innleggum, so vænti eg, at vit fáa eitt gott úrslit, sigur hon við fsf.fo Sambært Ragnari við Streym, stjóra í Streym Diving, ber til at útvega sær trýstkømur til ein persón fyri nakrar hundrað túsund krónur. Men tá ber ikki til at viðgera inni í kamarinum. Johan Dahl, landsstýrismaður, hevur í dag fingið eitt upprit frá umsitingini um hvat skal henda víðari í málinum um kanningini av Eik Grunninum. Málið hevur skund, og sambært landsstýrismanninum verður uppritið viðgjørt politiskt í dag. Støða verður eisini tikin í dag, um og hvussu peningurin skal játtast til at gera kanningina av EIk Grunninum lidna. Johan Dahl vil ikki siga, um hann fer at biðja um eykajáttan, ella um biðið verður um frávik frá vanligum játtanarreglum . Tað er millum annað tað, sum støða skal takast til í dag, sigur Johan Dahl í stuttari viðmerking. Næstseinasti tingfundur í hesari tingsetuni er í dag, og seinasti vanligi tingfundurin verður í morgin, áðrenn løgtingið fer í summarfrí. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, gjørdi greitt í tinginum fyrr í vikuni, at kanningin av Eik Grunninum eigur at halda fram, og at neyðugur peningur má játtast til endamálið. Ráðið hevur ikki fingið málið enn, men Jóanna Djurhuus, forkvinna, sigur, at hon hevur fingið at vita, at uppskotið er á veg. Og tað er sett á skránna fyri fundin hjá Fiskivinnuráðnum tann 20.mai. Uppskotið, sum Fiskimálaráðið hevur fingið frá makrelbólkinum sonevnda, er at hækka veiðigjaldið fyri makrel 25 oyru, úr 75 oyrum upp í eina krónu, og úr 35 oyrum upp í 50 oyru fyri norðhavssildina. Avreiðingargjaldið verður óbroytt, tvær krónur fyri kilo, tá landað verður uttanlands ella til móttøkuskip. Hjá heimaflotanum er avreiðingargjaldið tó eina krónu fyri kilo. Nordisk Kirkesangsfest er norðurlendsk kórstevna sálmafagnaður sum kirkjuligu kórsambondini í norðurlondum hava skipað fyri síðani 2002. Stevnan varð fyrstu ferð hildin í Karlstad í Svøríki. Í 2006 varð hon í Oslo og í 2010 í Vasa í Finlandi. Føroyingar luttóku á fyrsta sinni á hesari stevnu í 2010, tá Kirkjukórið Ljómur, Kirkjukórið á Toftum og Vágakórið vóru við. Eftir áheitan frá nevndini fyri NKSF hava føroyingar játtað, at stevnan í 2014 NKSF2014 verður hildin í Føroyum og fyrireikingarnar eru farnar í gongd. Urguleikarafelagið skipar í samstarvi við Kórsambandi Føroya fyri stevnuni. Norðurlendsku samstarvsfelagarnir eru tey kirkjuligu kórsambandini í norðanlondum. Kórstevnan verður dagarnar 28. mai 1. juni 2014 vikuskiftið, tá ið Kristi himmalsferðardagur er. Kór úr øllum norðurlondum, uttan úr Íslandi, verða við í Sálmafagnaðinum umframt fleiri Føroysk kór. Ein av instruktørunum er íslendingurin Garda Cort s. Gudmund Mortensen, fyrireikari, greiðir frá í morgunsendingini. Tað sita teir 12 nevningarnir nú og tosa um votera sum tað eitur á fakmáli. Tá rætturin varð settur klokkan gott níggju í morgun, tók dómarin, ella rættarformaðurin saman um málið. Hann hevði viðmerkingar til gongdina út frá teimum prógvum, sum eru løgd fram, og teimum frágreiðingum, sum eru givnar í rættinum. Og hann legði nevningunum eina við, at teir bert kunnu byggja sína avgerð á tað, sum teir hava hoyrt í rættinum, og ikki aðrastaðni. Og avgerðina um skuldarspurningin eiga nevningarnir. Í sjey av teimum skal bara svarast ja ella nei. Men tá talan er um ógvusligasta partin tað, sum hendi í teimum báðum húsunum í Norðdepli sunnumorgunin 14. juli í fjør, eru eisini undirspurningar. Tað er í teimum spurninginum, tey skulu svara, um maðurin er sekur í drápsroynd ella ikki. Og er hann ikki tað, so er spurningurin, um talan ístaðin var um ógvusligan harðskap. Tað hevur stóran týdning fyri tann ákærda, um hann verður funnin sekur í drápsroynd, ella í ógvusligum harðskapi, tí stórur munur er á revsingini. Tí vil rættarformaðurin eisini hava nevningarnar at taka støðu til, um talan er um so ógvusligan harðskap, at revsingin skal hækkast. Eftir greinini um ógvusligan harðskap, er revsingin upp í seks ára fongsul. Men rættarformaðurin vil hava nevningarnar at taka støðu til, um revsingin kann hækka við helvtini, ella upp í níggju ára fongsul. Rættarformaðurin boðaði nevningunum frá, at um tey eru í iva, kann hann vera teimum til hjálpar. Annars er tað formaðurin fyri nevningarnar, sum stílar fyri tí, sum nú fer fram. Og hann skal atkvøða seinast. Minst átta av teimum 12 nevningunum skulu vera samdir. Teir skulu ikki grundgeva fyri svarinum. Tá liðugt er, skal avgerðin undirskrivast av formanninum og tveimum vitnum, sum formaðurin velur. Avgerðin hjá nevningunum er loynilig og einki má sigast nøkrum um tað, fingu nevningarnir at vita. Tá nevningarnir hava avgjørt skuldarspurningin, verður revsingin ásett. Tað ger dómarin ella rættarformaðurin saman við nevningunum, og tá hevur hann líka stórt vald sum nevningarnir. Tað sita teir 12 nevningarnir nú og tosa um votera sum tað eitur á fakmáli. Tá rætturin varð settur klokkan gott níggju í morgun, tók dómarin, ella rættarformaðurin saman um málið. Hann hevði viðmerkingar til gongdina út frá teimum prógvum, sum eru løgd fram, og teimum frágreiðingum, sum eru givnar í rættinum. Og hann legði nevningunum eina við, at teir bert kunnu byggja sína avgerð á tað, sum teir hava hoyrt í rættinum, og ikki aðrastaðni. Og avgerðina um skuldarspurningin eiga nevningarnir. Í sjey av teimum skal bara svarast ja ella nei. Men tá talan er um ógvusligasta partin tað, sum hendi í teimum báðum húsunum í Norðdepli sunnumorgunin 14. juli í fjør, eru eisini undirspurningar. Tað er í teimum spurninginum, tey skulu svara, um maðurin er sekur í drápsroynd ella ikki. Og er hann ikki tað, so er spurningurin, um talan ístaðin var um ógvusligan harðskap. Tað hevur stóran týdning fyri tann ákærda, um hann verður funnin sekur í drápsroynd, ella í ógvusligum harðskapi, tí stórur munur er á revsingini. Tí vil rættarformaðurin eisini hava nevningarnar at taka støðu til, um talan er um so ógvusligan harðskap, at revsingin skal hækkast. Eftir greinini um ógvusligan harðskap, er revsingin upp í seks ára fongsul. Men rættarformaðurin vil hava nevningarnar at taka støðu til, um revsingin kann hækka við helvtini, ella upp í níggju ára fongsul. Rættarformaðurin boðaði nevningunum frá, at um tey eru í iva, kann hann vera teimum til hjálpar. Annars er tað formaðurin fyri nevningarnar, sum stílar fyri tí, sum nú fer fram. Og hann skal atkvøða seinast. Minst átta av teimum 12 nevningunum skulu vera samdir. Teir skulu ikki grundgeva fyri svarinum. Tá liðugt er, skal avgerðin undirskrivast av formanninum og tveimum vitnum, sum formaðurin velur. Avgerðin hjá nevningunum er loynilig og einki má sigast nøkrum um tað, fingu nevningarnir at vita. Tá nevningarnir hava avgjørt skuldarspurningin, verður revsingin ásett. Tað ger dómarin ella rættarformaðurin saman við nevningunum, og tá hevur hann líka stórt vald sum nevningarnir. Heimasíðan hjá Shetland News skrivar í dag, at hetlendingar hava góðar vónir um at fáa Norrøna aftur at sigla til Hetlands. Orsøkin er, at Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, á einum fundi í London 24. apríl við millum onnur Malcholm Bell, umboð fyri Shetland Council, segði, at landsstýrið er fyri, at ferðasambandið verður tikið uppaftur. Løgtingið hevur einmælt samtykt at byggja virknis og umlættingardepil í Sandoynni til børn við serligum avbjóðingum, men fíggjarnevndin segði í álitinum til upskotið frá Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, at tørvur er bert á trimum umlættingarplássum í Sandoynni og ikki átta, sum uppskotið segði. Lógin um, at telefeløgini skulu útvega sær útbúnað í sambandi við avlurtingarpakkan, kemur ikki í gildi fyrr enn 1. juli 2015, og landsstýrið skal samráðast við við ríkismyndugleikarnar um málið. Løgtingið hevur samtykt broytingarnar, sum samgongutingmenninir í Vinnunevndini mæltu til at gera í uppskotinum hjá Johan Dahl, landsstýrismanni. Minnilutin, andstøðuflokkarnir, mælti frá at samtykkja uppskotið. Telefeløgini siga, at tað hevur onga ávirkan á íløgukostnaðin, at parturin um loggingarreglurnar er tikin úr málinum um avlurtingarpakkan. Meirilutin heldur ikki, at telefeløgini eiga at gjalda fyri útbúnaðin, tí rokningin verður helst send víðari til brúkaran. Vinnunevndin hevur fingið upplýst, at løgtingið kann ikki áleggja donsku stjórnini at gjalda fyri avlurtingarútbúnaðin. Hetta má landsstýrið samráðast við ríkismyndugleikarnar um. Samgonguumboðini mæltu tí til, at lógin kemur ikki í gildi fyrr enn 1. juli næsta ár, so landsstýrið fær rúma tíð at samráðast við ríkismyndugleikarnar um íløgukostnaðin. Samgonguflokkarnir í vinnunevndini og Tjóðveldi tóku undir við uppskotinum frá Johan Dahl, landsstýrismanni, men høvdu eitt broytingaruppskot um, hvussu nevndin í felagnum skal mannast. Og tann broytingin varð samtykt. Samgongan og Tjóðveldi siga, at skal ferðavinnan gerast ein gevandi inntøka og geva arbeiðspláss í framtíðini, er best at leggja hana í alment partafelag. Sambært lógarbroytingini skal aðalfundurin í Visit Faroe Islands velja nevndarformannin, og hinir nevndarlimirnir verða valdir soleiðis Harða kappingin um lesararnar var uttan iva ein orsøk til, at blaðið byrjaði at misnýta gjaldskort hjá teimum kendu fyri at útvega sær lokkandi forsíður og søgur. Hetta bøttti tó ikki um sølutølini og kann tí síggjast sum prógv um, at kósin frá byrjan rakti við síðuna av í mun til málbólkin. Tað heldur Georg L. Petersen, journalistur og cand.public lesandi. Vangamyndin Ludvík Petur Heðinsson er hesaferð í vangamyndini. Á kamarinum eigur Ludvík nógv ymiskt forvitnisligt eitt nú fimleikasteyp, og eina cello, ein hund og ein fugl og einar nokso serligar skógvar. Ludvík, sum er 11 ár, dámar eisini at syngja, og hann hevur meldað til Talent 2014. Tónleikarar Og hesaferð fara Sóley Leo Nikulásdóttir og Bjartur Leo Nikulásson at syngja og spæla. Tað verður ein vakur føroyskur sangur. Sóley syngur og beiggi hennara Bjartur spælir guitar. Spælið Tóra Allansdóttir Joensen er ommudóttirin, sum fer at læra ommuna eitt spæl, sum omman ikki dugir. Og omman, sum eitur Henrikka Joensen fer at vísa Tóru eitt spæl, sum omman ofta spældi tá hon var lítil. Her kanst tú hoyra samrøðuna við Jógvan Páll Lassen, verja, og við Lindu Hesselberg, ákæra, beint eftir úrskurðin hjá nevningunum. Fyrning, rættartrygd, rættarmálsføri og aðrar løgfrøðiligar umstøður í málinum um Eik grunnin og grunnaeftirlitið hjá Skráseting Føroya bera í sær, at landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, mælir til, at Løgtingið letur eina 19 nevnd við trimum tinglimum standa fyri at kanna alment umvarðandi viðurskifti í sambandi við virksemið hjá Eik grunninum, og eftirlitinum við grunninum, í tíðarskeiðinum 2002 2010. Uttan fyri arbeiðssetningin er at kanna agamáls ella revsirættarviðurskifti hjá einstaklingum. Løgfrøðiliga ráðgevingin í landsstýrinum hevur gjørt meting av, um og hvussu málið um Eik grunnin og málið um eftirlitið við hesum grunni kunnu kannast. Í stuttum er meting teirra millum annað, at tað er ikki møguligt at halda fram við at kanna Eik grunnin eftir verandi leisti, tað vil siga eftir 59 í lógini um vinnurekandi grunnar. Tá ið tað snýr seg um at kanna grunnaeftirlitið, sum liggur hjá Skráseting Føroya, er løgfrøðiliga metingin, at heldur ikki í tí førinum ber til at kanna eftir 59 í grunnalógini, tí hon heimilar einans kanningum av vinnurekandi grunnum, umsitingum teirra og kanning av roknskapum. Niðurstøðan hjá løgfrøðiligu ráðgevunum er, at ein kanning sambært 19 í stýrisskipanarlógini kann vera rætta amboðið at kanna bæði Eik grunnin og grunnaeftirlitið við. Verður hesin møguleiki brúktur, er tað ein nevnd við tinglimum, møguligavið umboðum úr øllum flokkum á Tingi, ið stendur fyri fyri at kanna málini. Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, fylgir løgfrøðiligu ráðgevingini og mælir til, at Løgtingið setur eina 19 nevnd at kanna málið um Eik grunnin og ella málið um eftirlitið hjá Skráseting Føroya við sama grunni. Uttanfyri arbeiðssetningin er at kanna agamáls ella revsirættarviðurskifti hjá einstaklingum. Høvuðsmálið við nevndararbeiðinum er at fáa tilvega neyðugar upplýsingar soleiðis at stig kunnu verða tikin til, at vit ikki endurtaka óhepnar mannagongdir og avleiðingar, sum hava verið av Eik grunsmálinum. Atlantsflog hevur roynt at keypa fjølmiðlar til ikki at skriva kritiskt um felagið. Atlantsflog setti Dimmalætting sum krav, at skuldi felagið lýsa har, skuldi blaðið ikki skriva kritiskar greinar um Atlantsflog. Tað sigur fyrrverandi blaðstjórin á Dimmalætting, Árni Gregersen. Magni Arge, fyrrverandi stjóri í Atlantsflogi, vísir aftur, at hann skal hava kravt av Dimmalætting, og seinni Miðlahúsinum, at tey geva felagnum positiva fjølmiðlaumrøðu. Magni Arge vildi ikki gera beinleiðis samrøðu við sjónvarpið. Á Sosialinum vísa tey aftur, at stóra stuðulsavtalan við Atlantsflog hevur ávirkað tíðindaflutningin á blaðnum. Tað ger blaðið, hóast flogfelagið fekk sera góða umrøðu í tíðindagreinum í 2012, tá ið umrødda avtala var galdandi millum annað í blaðnum mánadagin 18. juni. Vit viðgera málið um trýsttangan, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður. Men hann vil ikki siga, um biðið verður um eykajáttan, áðrenn løgtingið fer í summarfrí í dag. Sjálvur trýsttangin er málsøki hjá Jacob Vestergaard, men heilsustarvsfólkið kring trýsttangan er málsøki hjá Karsteni Hansen, og vinnukavingin er málsøki hjá Johan Dahl og Vinnumálaráðnum. Landssjúkrahúsið hevur einki ímóti at passa trýsttangan, men heldur seg ikki eiga rokningina, og tí heldur heilsufakliga tænastan uppat seinast í hesum mánaðinum. Og við ongum trýsttanga kann kavarasjúka ikki viðgerast her á landi. Týsdagin fekk flogvøllurin eina áheitan frá donsku loftferðslumyndugleikunum um at kanna mannagongdir og kanna eftir, um nakar leki kann vera. Áheitanin kemur í kjalarvørrinum av einari avdúking , at eitt starvsfólk á flogvøllinum í Kastrup seldi upplýsingar til Se amp Hør Eingin annar í tinginum tók uppskotið uppaftur. Endamálið við umvælingunum var at tryggja haldgóða fornfrøðiliga varðveiting, og at brúka Stokkastovuna í tann mun, tað fornfrøðiliga letur seg gera. Nú ber til hjá landsstýrismanninum í samferðslumálum at útveita sjóvegis farleiðir hjá Strandferðsluni til privatar at røkja. Løgtingið samtykti í gjárkvøldið við aðru viðgerð málið, og í dag verður lógin endaliga samtykt. Samgongan atkvøddi fyri málinum, og andstøðan atkvøddu ímóti. Sambært lógini kunnu farleiðir hjá Strandferðsluni ikki útveitast uttan so, at tað tænastan verður minst líka góð og minst líka so bílig, sum hon er nú. Samstundis skal tað vera ein treyt, at túratalið skal ikki lækka, og prísurin á ferðaseðlum skal ikki hækka í miðal. Hvast orðaskifti var í tinginum um málið, og víst var millum annað á, at Útoyggjafelagið og fólk í Mykinesi hava sagt á fundi í Vinnunevndini, at tænastan á Mykines leiðini er nógv versnað, síðani hon varð útveitt. Gerhard Lognberg úr Sambandsflokkinum segði, at hann var ivasamur um uppskotið at útveita farleiðir hjá Strandferðsluni, tí royndirnar av Farmaleiðum, sum eru á privatum hondum, eru ringar. Men tá meirilutin í Vinnunevndini broytti uppskotið, so túratalið ikki skal lækka og ferðaseðlaprísurin ikki hækka, kendi hanna seg tryggari. Johan Dahl, landstýrismaður, sum legði uppskotið fram, segði, at eingin farleið verður útveitt uttan so, at tað er ein fyrimunur fyri landið, og samstundis skal trygd fáast fyri, at avloysaraskip er tókt. Dagurin nærkast, tá føroyska byggivinnan kann fara til ES eftir handverkarum. Løgtingið fer í dag at samtykkja at hækka markið fyri arbeiðsloysi, sum forðar fyri, at ES borgarar sleppa lættari á føroyska arbeiðsmarknaðin. Fyri nøkrum árum síðani varð útlendingalógin broytt soleiðis, at tá arbeiðsloysið í Føroyum fer upp um 3,5 prosent, fóru serligu rættindini hjá ES borgarum at fáa arbeiði í Føroyum úr gildi. Arbeiðsloysið fór upp um hálvt fjórða prosent á heysti í 2009, og tað hevur verið oman fyri tað markið síðani. Í løtuni er tað 4,3 prosent. Nú vil landsstýrið hava markið upp í seks prosent, tá talan er um faklærda arbeiðsmegi í byggivinnuni, fyri at fáa handverkarar til Føroya. Og hesum tekur meirilutin í løgtinginum undir við. Uppskotna lógarbroytingin er bara galdandi fyri faklærda arbeiðsmegi, tað eru handverkarar, í byggivinnuni. Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin halda tað vera í so nógv at fara heilt upp í seks prosent. Teirra uppskot er fýra prosent. Vinnuhúsið metir, at nú so nógv bygging er í Føroyum, er brúk fyri 150 til 200 handverkarum afturat. Fólkatingið skal eisini góðkenna lógarbroytingina, tí útlendingamál eru ikki yvirtikin. Nær skalt tú taka antibiotika ella penicillin, tá tær bagir nakað Og eru vit ov skjót at ringja til lækna fyri at biðja um penicillin tá vit hava ilt onkunstaðni Tað heldur apotekið, sum nú ávarar ímóti ovurnýtslu av antibiotika. Elin Mouritsen farmaseutur var í útvarpsstovuni í morgun Nú skal ljós leggjast í Gjónna við Gjógv og samstundis skulu nakrir gamlir hjallar laðast uppaftur. Hetta skal alt gerast í morgin og tey sum møta upp skulu hava køku, jarnbrot ella trillubøru, sigur felagið Gjómaður, sum skipar fyri. Vit ringjdu til Hans Andreas Djurhuus í morgun Við triðju viðgerð legði meirilutin í vinnunevndini, samgonguumboðini, eitt broytingaruppskot fram, um at strika ásetingina í lógini, at landsstýrismaðurin skal tryggja sær forkeypsrætt til skipið. Alfred Olsen, Janus Rein, Hanus Samró og Bjarni Djurholm siga, at hetta verður gjørt fyri at beina burtur ivaspurningin um fíggjarliga langtíðarleigu av havrannsóknarskipunum. Við triðju viðgerð bað Kristina Háfoss úr Tjóðveldi um at fáa málið aftur í nevnd, og tað varð samtykt við 18 atkvøðum fyri og 11 ímóti. Og so er tað kvinna, sum er forelskað í einum manni, sum hon er nær skild við. Hon væntar, at alt verður ein sorgarleikur, um hetta kemur fram í dagsins ljós. Serliga løgtingsnevndin, sum varð mannað at viðgera uppskotið hjá løgmanni um lønirnar hjá landsstýrisfólkum, hevur nógv broytingaruppskot. Nevndin er ikki samd í øllum. Minnilutin, sum í hesum førinum er samgongan, tí í henni eru bara tríggir flokkar, sigur, at tey eiga at fáa 200 ferðir við Strandferðsluni aftur og fram um árið, og koyripengar og tunnilsgjald 200 ferðir tað sama sum løgtingsfólk fáa. Tey, sum búgva í høvuðsstaðarøkinum, fáa ikki hesar sømdir í broytingaruppskotinum hjá minnilutanum. Meirilutin í nevndini, andstøðan, mælir til, at latnar verða krónur 1,60 fyri hvønn koyrdan kilometur millum heim og arbeiðspláss. Nevndin heldur tað ikki vera beint, at landsstýrisfólk og løgmenn, sum hava forvunnið sær fulla ella partvísa eftirløn eftir verandi skipan, eisini skulu fáa 15 prosent í eftirlønargjaldi við nýggju skipanini. Í staðin fyri skal eftirlønargjaldið lagast eftir eftirlønini, sum landsstýrisfólk og løgmenn longu hava forvunnið eftir tænastumannalíknandi skipanunum. Og nevndin mælir til, at løn, sum fyrrverandi landsstýrisfólk og løgmenn fáa frá tinginum, verður mótroknað í fráfaringarlønini frá landsstýrinum. Onnur løn skal ikki mótroknast. Hetta er fyrstu fer, at kappingin verður víst beinleiðis í sjónvarpinum. Byrjað verður klokkan 14 00. Kappingin er í umleið tríggjar tímar. Í dag er evnið vetrarbreytin. Í Eysturskúlanum í Havn, hava tey í miðdeildini havt evnisarbeiði um vetrarbreytina. At enda fingu næmingar eitt blað við samrøðum, søgum, yrkingum, myndum, uppskriftum og øðrum, sum er savnað saman í evnisvikuni. Tað er høvuðsniðurstøðan og úrslitið av kanning, ið felagið Lóður hevur gjørt fyri Sosialin, og sum verður kunngjørd í dagsins blaði hjá Miðlahúsinum. 28 prosent siga seg vera beinleiðis ímóti og 10 prosent av teimum spurdu søgdu seg ikki vita, um tey vóru fyri ella ímóti, at samkynd fáa somu rættindi sum onnur at gifta seg borgarligt, tað vil siga á ráðhúsum ella á sýsluskrivstovum og ikki í kirkjum. Sambært kanningini er ein meiriluti fyri í øllum aldursbólkum, og ikki einans millum ung. Eisini millum tey 60 til 75 ára gomlu, eru 52 prosent av teimum spurdu fyri, at menn og menn og kvinnur og kvinnur fáa møguleika at gifta seg borgarligt, hvør við øðrum. Føroya rættur hevur dømt ein 41 ára gamlan fólkaskúlalærara fýra mánaðar fongsul fyri kynsligan ágang móti eini gentu, sum hann var lærari hjá. Tveir mánaðir eru tó treytaðir. Sambært ákæruritinum skuldi maðurin í minsta lagi tvær ferðir hava nomið við gentuna og í minsta lagi eina ferð hava roynt at fingið gentuna at nema við seg. Sambært ákæruritinum byrjaði kynsligi ágangurin í desembermánaði í 2008, tá gentan var 13 ára gomul. Maðurin skal eisini rinda gentuni 20.000 krónur í endurgjaldi. Ákæruvaldið kravdi, at maðurin skuldi missa rættin at arbeiða sum lærari. Men dómarin fríkendi mannin í hesum, tí maðurin hevur seinastu fimm árini, altso síðani hendingina í 2008, verið lærari uttan líknandi støður hava tikið seg upp. Løgtingið samtykti í gjárkvøldið við aðru viðgerð málið. Men orðaskifti var í rættiliga hart um uppskotið aftur í dag. Uppskotið hjá Johan Dahl fór tó aftur í nevnd í gjárkvøldið, har samgongumeirilutin valdi at broyta uppskotið. Sambært lógini kunnu farleiðir hjá Strandferðsluni ikki útveitast uttan so, at tað tænastan verður minst líka góð og minst líka so bílig, sum hon er nú. Samstundis skal tað vera ein treyt, at túratalið skal ikki lækka, og prísurin á ferðaseðlum skal ikki hækka í miðal. Johan Dahl, landstýrismaður, segði í tinginum í gjár, at eingin farleið verður útveitt uttan so, at tað er ein fyrimunur fyri landið, og samstundis skal trygd fáast fyri, at avloysaraskip er tókt. Nú ber til hjá landsstýrismanninum í samferðslumálum at útveita allar sjóvegis farleiðirnar hjá Strandferðsluni til privatar at røkja. Løgtingið samtykti í gjárkvøldið við aðru viðgerð málið, og í dag verður lógin endaliga samtykt. Tó ikki uttan svørðslag. Skalt tú seta bilin frá tær í miðbýnum í Havn gerandisdagar, kann tað stundum vera ein avbjóðing, har langt kann vera millum parkeringsplássini. At bilførar parkera bilar inni í garðinum hjá fólki, heldur enn at finna eitt avmerkt parkeringspláss, er tó ikki gerandiskostur. Ella, tað hevur tað í øllum førum ikki verið higartil. Myndin, ið hevur verið at sæð á Facebook síðan á middegi í dag, sigur kortini einki um, hvørt tað er sami eigari, ið eigur bilin og húsini, har bilurin nú stendur parkeraður heldur øðrvísi enn vanligt. Søgan sigur heldur einki um, hvussu bilurin er komin inn í garðin á húsunum í miðbýnum um bilurin hevur koppað garðin og er koyrdur inn á grasplenuna ella um bilurin er lyftur við kranabili. Lagt var ikki nóg mikið upp fyri vindi og ráki, tá Teistin skuldi inn í havnina í Hesti skírismorgun. Tað sigur Johan Dahl, landsstýrismaður, í svari til Páll á Reynatúgvu, løgtingsmann. Kostnaðurin fyri umvælingina er fyri sjálvsábyrgd, sum er 500.000 krónur, leiguskip og eftirlit. Strandferðslan hevur ikki biðið um sjófrágreiðing um óhappið hjá Teistanum. Johan Dahl sigur, at innanhýsis frágreiðing er gjørd, og klassin, tryggingin og myndugleikarnir hava fingið avrit av henni. Sjóvinnustýrið hevur eisini fingið frágreiðingina. Sambært svarinum hjá Johan Dahl var harður streymur hendan morgunin, Teistin skuldi inn í havnina í Hesti, og 18 m s av útnyrðingi. Rák og vindur lógu í somu ætt. Veðrið var annars gott. Í tílíkum umstøðum er neyðugt at leggja nógv upp fyri, fyri at mótvirka bæði vindi og ráki, tá farið verður inn um munnan í havnarlagnum í Hesti, tí hekkan á skipinum kann verða trýst, eftir at framskipið er farið úr rákinum á deyðavatn. Í hesum førinum, skírismorgun, má tíverri sigast, at ikki varð lagt nóg mikið uppfyri, stendur í svarinum hjá Johan Dahl. Tað fer at taka átta vikur at umvæla Teistan. Nevningartingið avgjørdi skuldarspurningin í gjár og í dag klokkan 15 fall so dómurin móti 18 ára gamla manninum, sum seinasta árið hevur sitið varðhaldsfongslaður ákærdur fyri drápsroynd móti fýra fólkum í fjør. Jógvan Nysted Gardar skal átta ár í fongsul. Dómurin er treytaleysur. Ákæruvaldið kravdi annars tíggju ára fongsul, meðan verjin hjá ákærda helt at fimm ár handan rimar mátti vera ríkiliga ógvuslig revsing.18 ára gamli maðurin var í gjár funnin sekur av einum nevningatingið í einari drápsroynd og í trimum førum sekur í ógvusligum harðskapi móti trimum øðrum. Hann var eisini funnin sekur í fleiri smærri lógarbrotum. 750 ung fólk í aldrinum 13 14 ár vóru fríggjadagin til ein felags ítróttardag í Havn. Endamálið við degnum er at bera børnini meiri virkin. Síðani 2008, sum var Altjóða tubbaksár, hava átøk ímóti royking verið høgt raðfest í Fólkaheilsuráðnum, og sambært tíðindaskrivi frá ráðnum eru fleiri skúlaflokkar púra roykfríir, meðan í øðrum flokkum roykja tveir av 30. Útlendingalógin varð upprunaliga sett í gildi 1. juli 2008. Sambært lógini slapp øll arbeiðsmegi úr ES londum til Føroya, um so var, at arbeiðsloysið í Føroyum var undir 3,5 . Seinast í 2009 kom arbeiðsloysisprosentið upp um 3,5, og síðan hevur proppur verið í skipanin. Broytingin í útlendingalógini, sum løgtingið samtykti í gjár, hevur við sær, at arbeiðsmegi úr ES londum frameftir kann koma til Føroya, meðan arbeiðsloysisprosentið er lægri enn 6. Markið er so statt farið úr 3,5 upp í 6 prosent. Eftir lógarbroytingina kunnu donsku útlendingamyndugleikarnir undangóðkenna føroyskar arbeiðsgevarar at seta faklærd arbeiðsfólk úr ES londum í starv. Hetta merkir sambært tulking hjá vinnumálaráðnum, at arbeiðstakarar kunnu lata fremmandu arbeiðsfólkini sleppa til verka, meðan arbeiðs og uppihaldsloyvini verða málsviðgjørd, og ikki sum higartil, at arbeiðstakarar hava verið noyddir at bíða eftir formligum loyvum. Tummas Christophersen sigur við skipsportalin, at skipið er skrásett í føroyska fiskiflotanum í dag. Ætlanin er, at Fram skal partrola við Sjagaklett, sum reiðaríið eisini eigur. Nýggja skipið hevur ikki útgerð at frysta umborð, men hevur kølitangar. Higartil í ár eru útgoldnar 2.389 milliónir krónur í lønum í Føroyum. Tað eru 101 milliónir krónur fleiri enn somu mánaðar í fjør. Framgongdin hetta tíðarskeiðið var 4,4 . Tað er í løtuni framgongd í øllum høvusðvinnugreinum, men serliga í byggivinnuni. Higartil í ár hevur byggivinnan útgoldið 290 milliónir krónur í lønum, tað eru 30 milliónir fleiri enn í fjør framgongdin er 11,5 . Hetta er fyrstu ferð, byggivinnan hevur veruliga framgongd síðan fíggjarkreppuna, men framvegis er ikki alt vunnið innaftur síðan besta árið hjá byggivinnuni í 2008, skrivar Hagstovan . Árstíðarjavnaðu lønirnar vísa, at lønirnar í løtuni eru á sama stigi sum seinasta heyst, einar 620 milliónir krónur um mánaðin. Gongdin vísir, at framgongdin sum er í løtuni byrjaði fyri einum ári síðan. Tað var Conchita Wurst, ið vann fyri Eysturíki við sanginum Rise Like a Phoenix. Seinast, Eysturíki vann Eurovision Song Contest, var í 1966. Holland gjørdist nummar tvey og Svøríki nummar trý. Úrslitið hjá hinum Norðanlondunum í Eurovision Song Contest var, at Norra gjørdist nummar 8, Danmark gjørdist nummar 9, Finland nummar 11 og Ísland nummar 15. Fólkaatkvøða er í Ukraina í dag, sunnudagin 11. mai. Fólk eru í iva um, hvat orðingin á atkvøðuseðlanum merkir, og hvussu tey skulu atkvøða á fólkaatkvøðuni. Um tað merkir eitt ja fyri stórri lokalum valdi, stjóri sjálvstýri innan fyri Ukraina, reinum sjálvstýri ella einum stigi fyri at gerast ein partur av Rusland, skrivar DR . Ongin veit, hvat tað merkir. Og ongin kennir avleiðingarnar, um tað verður ja, sigur Thomas Ubbesen, korrespodentur hjá DR í Ukraina, eftir av hava spurt fólk á gøtuni í Donetsk. Valhølini lótu upp klokkan átta, lokala tíð, í morgun og eru valhølini opin í 12 tímar. Fólkaatkvøðan í Ukraina er í býunum Donetsk og Lugansk. Tann fyrsta av teimum 13 vindmyllunum í Húsahaga verður flutt av farmabryggjuni í Havn niðan í Húsahaga mánadagin og týsdagin. Bæði vindmyllutorn og mylluveingir eru 45 metrar lang. Tí verða tey flutt í tveimum pørtum, sum eru meira enn 25 metrar til longdar, tá ið bilur og flutningsvognur eru íroknað. Harumframt eru aðrir partar av myllunum fimm metrar breiðir, og longdin er tá 16 metrar við bili og flutningsvogni. Løgreglan samskipar ferðsluna, sum verður nakað tarnað í teimum tíðarbilum, stóri flutningurin fer fram við Strond og eftir ringvegnum.Týsdagin verður hildið fram at flyta partar av hesi fyrstu vindmylluni niðan í Húsahaga, har ein stórur krani, sum er leigaður úr Svøríki, stendur til reiðar at seta myllurnar upp. Vindmylluflutningurin heldur fram við jøvnum millumbilum í tveir mánaðir til 15. juli, tá ið allar 13 myllurnar eftir ætlan eru fluttar niðan í Húsahaga og settar upp so hvørt. Vindmyllurnar verða royndarkoyrdar í summar, og tær verða ætlandi settar alment í rakstur í september, skrivar SEV. 51 fólk vórðu bjargað, tá báturin koppaði. Økið við eysturstrondina í Libya verður nógv nýtt sum umskipingarstað fyri fólk, ið royna at sleppa til Evropa. Í november í fjørt doyðu meira enn 230 fólk, tá ein bátur við flóttarfólkum sakk uttan fyri italsku oynna Lampedusa. Í mars mánað doyðu 42 flóttafólk, tá batur teirra holvdist. Mett verður, at millum 17.000 og 20.000 fólk eru deyð seinastu 20 árini á sjónum í royndini at sleppa úr Afrika til Evropa í útróðarbátum og øðrum bátum. Í 1976 fór Tróndur Patursson sína tiltiknu kanningarferð við húðabátinum St. Brendan. Bretin Tim Severin vildi royna leiðina hjá munkinum Santa Brandan um Norðuratlantshav. Í fyrsta umfari komu Tim og tróndur til Reykjavíkar. Summarið eftir varð hildið fram til Ný Fundlands, hagar teir komu eftir 54 samdøgur í sjónum. Hendan ferðin og ein ferð um Kyrrahavið seinni hava verið Tróndi til miklan íblástur, serliga til tann kenda konteynaran á Listasavni Føroya við speglum og glasmyndum, sum ímynda hædd og dýpi. Hetta er mest serstaka verkið, eg havi gjørt, sigur listamaðurin. Eftir næsta løgtingsval hækka lønirnar nógv hjá løgmanni og landsstýrisfólkum. Tað samtykti løgtingið fríggjadagin. Løgmaður fær 30 prosent meira í løn og landsstýrisfólkini 29 prosent. Løgmaður fær 17.560 krónur meira um mánaðin og landsstýrisfólkini 14.535 krónur meira enn tey fáa nú. Lønin hjá løgmanni fer beint upp um 76.000 krónur. Lønin hjá landsstýrisfólkunum fer upp í 64.380 krónur um mánaðin, sambært lógini, sum løgtingið samtykti. Andstøðan í tinginum tók ikki undir við at hækka lønirnar. Løgmaður og landsstýrisfólk fáa ikki frían bil, sum løgmaður skeyt upp. Tey fáa somu samsýning at ferðast fyri sum løgtingsfólk fáa, tað er fyri 200 ferðir aftur og fram um árið. Skattafría borðfæið og kostnaðar endurgjøldini fara í søguna, og eftirlønarskipanin hjá løgmanni og landsstýrisfólkum verður ikki so gylt, fyri at brúka orðið hjá løgmanni sjálvum, í framtíðini. Eftirlønarskipanin fer frá eini tænastumannaskipan til eina skipan, har goldið verður inn til egna uppsparing, sum onnur gera. Eftirlønin verður 15 prosent. Og hjá løgmonnum og landsstýrisfólkum, sum fara úr landsstýrinum í løgtingið, verður fráfaringarlønin frá landsstýrinum mótroknað í lønini frá løgtinginum. Men sama hvat ICES sigur hava londini, sum fiska makrel, longu avgjørt at fiska upp í 1,4 milliónir tons í ár, sum eru 40 prosent meira enn nýggja tilmælið hjá ICES. Fyrsta vindmyllan, sum skal setast upp í Húsahaga í Suðurstreymi, verður koyrd av Eystaru bryggju niðan í hagan í dag og í morgin. Graham Stewart, forstjóri í Faroe Petroleum, sigur á heimasíðu felagsins, at hóast úrslitið av Butch East brunninum er eitt vónbrot, so eru góðar vónir til Butch South West brunnin. Menningardepilin hevur sett tvey fólk í starv á Endurmenningarstovuni, og borgarin skal einki rinda fyri tænastuna, sigur Ása Hanusson, økisleiðari hjá Heimatænastuni. Kyrrahavið ella Suður atlantshavið. Tað eru høvini, sum Livar Nysted í hesum døgum gongur og hugsar um. Tí honum stendur í boði at rógva tvørtur um bæði høvini næsta ár. Tilboðið um Kyrrahavið er freistandi, tí hann hevur ikki roynt tað áður. Men hitt tilboðið er eisini freistandi. Tí tað gongur út uppá, at hann saman við øðrum skal royna at seta heimsmet á Suður atlantshavinum. Fyri Livar sjálvan er Suður atlantshavið ein meiri realistisk verkætlan enn Kyrrahavið ein túrur, sum byrjar í Peru og endar í Avstralia. Eg veit ikki, um eg havi ráð til tað. Eitt er venjing, útgerð og allar fyrireikingarnar. Men eg skal eisini vera vekk í fleiri mánaðir, sigur Livar Nysted, sum ikki væntar, at hann fer at taka av tilboðum um Kyrrahavið. Hin verkætlanin gongur út uppá, at Livar og aðrir taka heimsmetið um Suður atlantshavið. Róð verður úr Kanariuoyggjunum til Barbados, og er hetta sami teinur, sum Livar og aðrir róðu við bátinum, Avalon, í 2013. Leavin Brown eigur bátin, Avalon, sum teir róðu við tvørtur um Suður atlantshavið seinast. Og Leaving Brown hevur eisini átt heimsmetið á Suður atlantshavinum. Annika Vang valdi í 2012 at fara til Suðuroyar at ganga í skúla, so hon hevði størri møguleika at fáa sítt dreymastarv. Hon droymir um at arbeiða innan sjúkraflutningstænastuna, og hon hevur longu fingið annað beinið inn har. Tað ber illa til at vraka orðingina, til deyðin tykkum skilir, í brúðarritualinum, tí kærleiki kann ikki bindast í ein tíðaravmarkaðan sáttmála. Tað staðfestir Theodor Eli Dam Olsen, prestur, sum í sendingini, Tey stóru orðini, tosar um kærleikan. Prestur greiðir í brotinum frá gamlari søgu um brúðarpar, ið segði við prestin, at tey ikki ynsktu orðingina, til deyðin tykkum skilir. Hoyrið, hvat presturin svaraði her. Sendirøðin, Tey stóru orðini, endar við trimum sendingum um kærleika. Theodor Eli Dam Olsen greiðir frá, hvat kærleiki er. Lýsir hugtakið gjøgnum evropeiska søga og gjøgnum Nýggja og Gamla Testamenti. Hetta er onnur sending av trimum um kærleikan, sum verður at hoyra í fullari longd í útvarpinum hósdagin aftan á tíðindini klokkan 17. Býráðið á Tvøroyri noyðist framvegis at brynja seg við toli. Tí enn ber ikki til at senda rokningina fyri upptakið eftir oljudálkingina á Trongisvágsfirði tann 25.september í fjør. Í síðstu viku boðaði lærdi háskúlin í rhus frá, at av tekniskum grundum er neyðugt at greina royndirnar eina ferð afturat. Slíkt hendir viðhvørt, varð sagt. Tað er revsivert at dálka við olju, og tí hevur politiið brúk fyri prógvi at leggja fyri rættin ella brúka í sambandi við sektaruppskot. Hon hækkaði nógv fyri nøkrum árum síðani. Bótin fyri 500 litrar er til dømis 150.000 krónur, og hon er 250.000 krónur fyri 1.000 litrar. Tjóðveldi vil hava, at leikluturin hjá landsstýrismanninum, Johan Dahl eisini skal kannast, tá grein 19 nevndin skal kanna Eik grunnin og Skráseting Føroya. Tingið kemur saman aftur síðst í mánaðinum at viðgera kanningina og semjast um, hvør skal vera í nevndini. Samgongan ætlaði at víkja frá vanligum mannagongdum, og samtykja uppskotið um eina grein 19 nevnd á tingfundinum fríggjadagin, men 6 tingfólk kravdu málið í Vinnunevndina. Kristina Háfoss er tingkvinna fyri Tjóðveldi Í morgin fer landsstýrismálanevndin á fund við eittans punkti á dagskránni Kæran um Johan Dahl, landsstýrismann, um fyrisiting hansara av Strandfaraskipum Landsins. Eftir atfinningarsomu frágreiðingina frá løgtingsgrannskoðarunum gjørdu andstøðuflokkarnir ta niðurstøðu í síðstu viku, at misálitisváttan eigur at verða reist ímóti landsstýrismanninum, men at ein slík neyvan hevði fingið meiriluta í tingsalinum. Í kæruni vísa andstøðuflokkarnir til niðurstøðurnar hjá løgtingsgrannskoðarunum, sum millum annað staðfesta, at landsstýrismaðurin ikki kunnaði Løgtingið ella bað Løgtingið um eykajáttan, hóast hann visti, at játtanin til stovnin ikki fór at halda. Kæran heitir á Landsstýrismálanevndina um at gera niðurstøður um um landsstýrismaðurin hevur fyrisitið á lógligan hátt, um landsstýrismaðurin hevur hildið stýrisskipanarlógina, um landsstýrismaðurin hevur hildið lóg um játtanarskipan landsins, um landsstýrismaðurin hevur hildið lóg um ábyrgd landsstýrisins og, um landsstýrismaðurin annars hevur røkt tær skyldur sum áliggja honum. Gongdin vísir, at síðan mai 2012 hava tað verið um 23.700 løntakarar hvønn mánaða, men seinasta hálva árið hevur hetta lyft seg til 23.800 løntakarar. Tað vóru 148 løntakarar fleiri í februar 2014 í mun til árið fyri, og svarar tað til ein vøkstur upp á 0,6 . Størsta framgongdin er í byggivinnuni, 5 , og fyri fyrstu ferð í 3 ár eru tað fleiri enn 3.000 løntakarar í byggivinnuni. Fiskivinnan hevði fægst løntakarar í 2011, tá húsagangur var í fiskavøruídnaðinum, og sjálvt um hetta rættaði seg nakað árini eftir, so er gongdin aftur nú tann sama sum áður, at tað er ein jøvn minking hvørt ár. Fyri løtu síðani skrivaðu Karsten Hansen og borgarstjórarnir í kommununum við Skálafjørðin undir avtalu um heilsutænastur í nýskipaða Skálafjarðar læknadømi, sum verður í Runavík. Samstundis verða Runavíkar læknadømi og Skála læknadømi strikað. Borgarar í hesum læknadømum flyta av sær sjálvum í nýggja læknadømið. Borgarar í Funningi og Funningsfirði flyta úr Eiðis læknadømi í Skálafjarðar læknadømi, og borgarar í Oyndarfirði flyta úr Fuglafjarðar læknadømi í nýggja læknadømið á Skálafjørðinum. Tó kunnu oyndfirðingar, sum hava kommunulækna í føstum starvi, tá ið nýggja skipanin kemur í gildi, halda fram hjá hesum kommunulækna, so leingi læknin er í føstum starvi. Kommunustýrini og Karsten Hansen, landsstýrismaður, eru samd um, at Heilsudepilin við Skálafjørðin verður á Heilusmiðstøðini í Runavík, og har skulu vera tríggir kommunulæknar. Fyri at frástøðan hjá borgarum á vestara armi á Skálafjørðinum ikki skal vera ov stór, verður læknaviðtalan á Strondin opin tveir dagar um vikuna, til Eysturoyartunnilin er komin. Aftur í ár mangla fleiri milliónir krónur á kontuni hjá heilsumálaráðnum, sum skal tryggja borgarum, ið hava tørv á tí, ta serviðgerð uttanlands sum ikki finst her á landi. Í fjør var játtanin til serviðgerð uttanlands 10 milliónir krónur ov lítil, og longu nú fíggjarárið er hálvrunnið kann Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, staðfesta, at sjey milliónir krónur fara at mangla í. Og tí er neyðugt at biðja um eykajáttan. Nýggj endur menningar stova er latin upp í Runavík. Hagar kunnu fólk koma at styrkja seg við at venja. Endur menningar stovan, sum Lions Club hevur útvegað fígging til, verður hálovað, ikki minst millum teirra, ið av álvara hava hana fyri neyðini. Almannaverkið hevur sett tvey fólk í starv á endur menningar stovuni. Búfólkini á Eysturoyar røktar og ellisheimi sleppa eisini at brúka tólini har. Tann fyrsta av trettan vindmyllunum varð í dag flutt av Skansa bryggjuni í Havn og niðan í Húsahaga oman fyri Havnina, har tær skulu standa. Eitt flagg og partur av einum báts haka av íslendska skipinum Godanes eru fluttir til Íslands við Norrønu. Lutirnir hava verið í varðveitslu í Føroyum øll árini síðani skipið fórst við Flesjarnar í 1957. Mortan Johannesen, sum fer at handa íslendska savninum lutirnar, heldur tað vera stórt spell, at vit í Føroyum ikki hava eitt savn til gamlar skipslutir. Tónleikakappingin Sement, byrjaði sum ein kapping millum ung sum gingu í ungdómshúsinum Margarinfabrikkin í Havn, hevur ment seg til landsins mest týðandi lopfjøl fyri nýggja tónleikabólk og einstaklingar. Lærarafelagið stuðlar kravinum hjá Pedagogfelagnum um, at arbeiðsviðurskiftini hjá námsfrøðingum í forskúlunum verða staðfest í avtalu millum sáttmálapartarnar, tað er millum Pedagogfelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið. Nú fleiri og fleiri kommunur halda tað vera skilagott at hava forskúla, liggur serlig ábyrgd á Kommunala arbeiðsgevarafelagnum at finna semju í trætuni við Pedagogefelagið, boðar Lærarafelagið frá. Í sa ttma lasamra ðingunum seinast millum Pedagogfelagið og komunurnar varð semja gjørd um, at lønar og arbeiðsviðurskifti hja na msfrøðingum i forsku lunum skuldu vera avgreidd fyri 1.mai í ár. Men kommunurnar fara kortini at søkja eftir námsfrøðingum til forskúlarnar, segði Heðin Mortensen, formaður í Kommunala arbeiðsgevarafelagnum, við Útvarpið í síðstu viku. Kommunala Arbeiðsgevarafelag hevur nevndarfund í hesi vikuni, og tá verður avgerðin hjá Pedagogfelagnum, um at nokta sínum límum at søkja starv í forskúlum, viðgjørd. Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum, segði við Útvarpið í síðstu viku, at námsfrøðingarnir hava somu sømdir sum lærararnir í forskúlunum. Men talan er um tveir fakbólkar við ólíkum uppgávum og tveir sáttmálar, tann hjá Pedagogfelagnum og tann hjá Lærarafelagnum, og teir sáttmálarnir eru ikki eins. Føroya Landsstýri skal hava felags heimasíðu. Leiðslurnar í stjórnarráðunum hava avgjørt, at ráðini skulu hava eina miðsavnaða heimasíðuloysn. Felagssíðan skal, eins og verandi heimasíður hjá stjórnarráðunum, kunna um virksemi og arbeiðsøki hjá landsstýrinum og landsfyrisitingini. Heimasíðan skal skipast sum felags karmur við einsháttaðum bygnaði og sniði, við felags framsíðu fyri alt landsstýrið og við høvuðssíðum til ymisu stjórnarráðini. Arbeiðið at gera nýggju heimasíðuna varð boðið út á keypsportalinum, og lýsingarstovan, Sansir, vil gera arbeiðið fyri 72.300 krónur. Grønlendsk reiðarí, sum eiga skip undir grønlendskum flaggi, fingu stívliga helvtina av makrelkvotuni, sum er 100.000 tons. Tey hava fingið 52.000 tons. Tey 10.000 tonsini, sum eru eftir av kvotuni, eru goymd til seinni at lata teimum, sum fáa mest burtur úr fiskiskapinum, skrivar grønlendska fiskimálaráðið á sínari heimasíðu. Nøkur halda seg vera fyri vanbýti, millum annað ein føroyingur í Grønlandi, sum ikki fekk part av kvotuni, sæst í viðmerkingunum í blaðnum Sermitsiaq, sum skrivaði um makrelkvotuna í gjár. Myndirnar av avgustinum, sum í november í fjør brast, tá hann varð drigin upp á land við Áir, fóru um allan heim, og framvegis er brotið av brestandi hvalinum sera vælumtókt. Fleiri avgustar strandaði í Sundalagnum í november í fjør, og tá tann seinasti av teimum varð drigin upp á land við Áir, brast hann, og myndirnar ferðaðust skjótt á netinum. Nú eru myndirnar sæddar meira enn 25 milliónir ferðir á youtube, skrivar Bjarki Thomsen, sum eigur myndirnar, á sínum facebook vanga. Tá vit ikki hava hægsta fjall í Føroyum so má man finna uppá okkurt annað Soleiðis sigur Hanna á Reynatúgvu nú konur á Sandi hava bundið uppá ein stóran stein har suðuri. Støðið er tikið úr søgnini um Gívrinarhol, so gívurin sæst væl. Vit vóru við tá steinurin var avdúkaður sunnudagin. Einki fólkaskúlaráð er í landinum í løtuni. Skeiðið hjá fólkaskúlaráðnum, sum hevur sitið seinastu trý árini, var runnið 1. februar, og nýtt ráð er ikki valt enn. Tað skrivar heimasíðan hjá Lærarafelagnum. Sambært Lærarafelagnum, hevur landsstýrismaðurin sagt, at nýtt fólkaskúlaráð verður sett í vár. Hetta er tó ikki hent enn, og tað metir Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag, vera sera óheppið. Í grein 58 í fólkaskúlalógini stendur, at fólkaskúlaráðið vegleiðir og ráðgevur landstýrismanninum í málum og viðurskiftum, sum hava við fólkaskúlan at gera. Serfrøði, sum kann vegleiða ella luttaka í arbeiðinum við málum, sum ráðið skal taka støðu til, sigur Herálvur Jacobsen, sum mælir til, at fólkaskúlaráðið verður sett alt fyri eitt. Seinastu fimm árini eru 100.000 útlendingar komnir til Danmarkar. Frá 2009 til 2013 vóru útlendingar 86 prosent av øllum fólkavøkstrinum í Danmark, skrivar JyllandsPosturin. Býtið millum útlendingar úr vesturheiminum og øðrum pørtum av heiminum, sum flyta til Danmarkar, er næstan javnt, skrivar JyllandsPosturin. Hann sigur, at tað hevur alstóran týdning, at útlendingar fáa eitt arbeiði sum skjótast, og at eftirkomarar teirra verða útbúnir og finna seg til rættis í samfelagnum. Hinvegin mælir framsøgumaðurin hjá Danska Fólkaflokkinum, Martin Henriksen, til at minka um streymin av innflytarum og herða útlendingapolitikkin. Vit hoyra 12. og næstseinasta part av søguni um Páll Fanga. Tá ið pápi Páll doyr, verður Páll lagdur undir at hava beint fyri honum við eitri, og tí flýggjar og krógvar hann seg í fjøllunum í Kalsoynni. Men Páll sleppur ikki so, men verður tikin og settur í Skansan. Hann flýggjar og krógvar seg í fjøllunum, men verður aftur tikin og settur í Skansan. Hetta er ein nýskrivað søga um Páll Fanga, har høvdundurin gevur henni ein nýggjan, øðrvísi enda. Oddvør Johansen skrivaði bókina. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav bókina út í 2013. Edvard Fuglø myndprýddi. Páll Danielsen lesur bókina. Finnur Hansen ger ljóðmyndina. Vit hoyra 11. og næstseinasta part av søguni um Páll Fanga. Tá ið pápi Páll doyr, verður Páll lagdur undir at hava beint fyri honum við eitri, og tí flýggjar og krógvar hann seg í fjøllunum í Kalsoynni. Men Páll sleppur ikki so, men verður tikin og settur í Skansan. Hann flýggjar og krógvar seg í fjøllunum, men verður aftur tikin og settur í Skansan. Hetta er ein nýskrivað søga um Páll Fanga, har høvdundurin gevur henni ein nýggjan, øðrvísi enda. Oddvør Johansen skrivaði bókina. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav bókina út í 2013. Edvard Fuglø myndprýddi. Páll Danielsen lesur bókina. Finnur Hansen ger ljóðmyndina. Spurningur Til námsfrøðingin. Ofta tá komi eftir dóttrini í barnagarðinum stendur hon fyri seg sjálva og spælur. Hon fer annars vælnøgd inn um morgunin. Eg havi nevnt hetta fyri starvsfólkunum, men tey siga at hon trívist væl, eg haldi ikki at tað sær út til at hon er ein partur av bólkinum, altso av børnunum í barnagarðsstovuni. Kann tað verða rætt, at hon so ofta er fyri seg sjálva Beinta Dalbø, námsfrøðingur, svarar Men seks dagar spurdu báðar fyritøkurnar, sum gjørdu veljarakanningarnar, veljarar, hvønn tey høvdu valt, var løgtingsval júst tann dagin. Eisini undirtøkan hjá Miðflokkinum er ymisk. Miðflokkurin hevur tveir tinglimir. Sambært Gallup Føroyum fær hann ein afturat. Sambært Lóðri missir hann ein. Tórshavnar kommuna fer nú undir at bjóða út virknisvenjing, so fólk, sum leita eftir arbeiði, fáa møguleika at nýta sínar førleikar sum skjótast. Virknisvenjingin er bæði fyri fólk, sum nýliga eru flutt til Føroya og enn ikki hava fingið starv og til fólk, sum eru dottin úr ALS skipanini. Kommunan ynskir at arbeiða fyri, at fólk betra møguleikarnar at fáa fast starv. Og tað ger kommunan við at bjóða fólki, sum eru uttan fyri arbeiðsmarknaðin, virknisvenjing. Tey, sum ynskja virknisvenjing, fáa vanliga bjóðað arbeiðstilboð í tríggjar mánaðir, men tilboðið kann eisini verða skipað upp í 6 mánaðir í senn. Tosað verður somuleiðis við Georg eystan Á, sum telist millum fyrireikararnar. Hetta er triðju ferð at skipað verður fyri Ment í Sumba. Kinesisku matvørumyndugleikarnir, AQSIQ, sum eftir ætlan skuldu koma á eftirlitsvitjan í Føroyum í juni, hava útsett vitjanina til í august ella september í ár. Kinesarar hava sett fram ynski um at síggja matvøruframleiðsluna í pelagisku vinnuni, serliga makrel og matvøruframleiðsluna í laksavinnuni. Tá fyrsta uppskotið til skrá fyri vitjanina varð latið kinesarum, søgdu teir seg eisini hava áhuga í at víðka skránna til eisini at fevna um aling av laksi, og at vitja kanningarstovuna hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Heilsufrøðiliga starvsstovan ynskir eisini, at eftirlitsvitjanin fevnir um so nógv sløg av matvøruvirkjum sum gjørligt. Tí hvørt nýtt vøruslag, frá á vári í ár, ið verður útflutt til Kina, skal vera partur av góðkenningini, t.v.s. at sjálv matvøran eisini skal verða góðkend. Í løtuni er laksur sum matvøra, góðkend, men onnur fiskasløg til matna, sum til dømis makrelur, sild, toskur, lodna og so víðari., skulu eisini góðkennast av AQSIQ. Útflutningurin til Kina er vaksin. Í 2010 varð útflutt fyri 60 miljónir krónur, í 2011 fyri 100 miljónir krónur og í 2012 var útflutningurin komin upp í 200 miljónir krónur sambært tølum frá Hagstovuni. Umvegis donsku sendistovuna í Beijing verður upplýst, at tey vænta at Heilsufrøðiliga starvsstovan skal rinda ferðina hjá 5 6 fólkum úr Kina. Tað verður mett at kosta 300 túsund krónur. Tryggingarnar hjá ovastu leiðsluni í Eikbanka vilja ikki rinda endurgjald, um teir tapa í sakarmálinum móti Fíggjarligum støðufesti. Tryggingarfelagið Føroyar og evropeiska deildin hjá amerikanska endurtryggingarfelagnum AIG vilja ikki rinda tað, sum oddamenninir í gamla Eik Banka og Eik Grunninum møguliga verða dømdir at rinda Fíggjarligum støðufesti í endurgjaldi fyri ein part av missinum, sum Fíggjarligt støðufesti hevði av at bjarga Eik í 2010. Tryggingin sigur, at hon fekk skeivar upplýsingar um støðuna í Eik banka og tryggjaði tí undir skeivum fortreytum. Tí taka tryggingarnar ikki við. Nú er spurningurin, um sakarmálið millum Eik menninar og tryggingarnar skal viðgerast fyrst ella, um tað skal bíða eftir endurgjaldsmálinum, ella um bæði málini skulu viðgerast samstundis. Men ikki allir, sum hava stevnt tryggingunum, vilja bíða. Tað skulu partarnir so tingast um í Føroya rætti, áðrenn avgerðin um raðfylgjuna verður tikin. Eg óttist fyri stórskaða, og nú má Landsverk vakna. Tað sigur Kristian Olsen, stjóri í flutnings fyritøkuni KJO entreprenørar í Sørvági, um vandamikla nýggja svingið í Traðabrekku í Sørvági Tórshavnar kommuna ætlar at broyta upplatingartíðirnar í dagstovnunum eftir summarfrítíðina, so stovnarnir hava opið hálvan ella ein tíma longur um morgunin og seinnapartin. Ein kanning sum Tórshavnar kommuna hevur gjørt, vísir, at 15 prosent av foreldrunum ynskja at dagstovnarnir hava longur opið um morgunin og um kvøldið. Kommunan hevur tikið stig til at leingja upplatingartíðirnar, segði trivnaðarstjórin í Tórshavnar kommunu, Jóan Petur Hentze við Dag og Viku tann 5. mai. Men Maud Vang Hansen sigur, at Pedagogfelagið als ikki er tikið við uppá ráð um ætlaninar, og um ætlaninar skulu gerast veruleiki, má kommunan samráðast við Pedagogfelagið um sáttmála á økinum Landsstýrismálanevndin samtykti einmælt í dag at kanna fyrisitingina hjá Johan Dahl, landsstýrismanni. Tað sigur forkvinnan í nevndini, Sirið Stenberg. Allir fýra andstøðuflokkar hava kært fyrisitingina hjá Johan Dahl í sambandi við fíggjarligu viðurskiftini á Strandfaraskipum Landsins í 2013. Floksformenninir, sum hava skrivað undir kæruna, vísa til frágreiðingina og viðmerkingarnar hjá Løgtingsgrannskoðarunum, sum løgtingið fekk 1.mai. Og andstøðan vil hava Landsstýrismálanevndina at gera niðurstøður um, hvørt Johan Dahl hevur fyrisitið á lógligan hátt, hildið stýrisskipanarlógina, lógina um landsins játtanarskipan og lógina um ábyrgd landsstýrisins. Harafturat um Johan Dahl annars hevur røkt tær skyldur, sum áliggja honum sambært lógum og reglum í fyrisitingini av hesum málinum, sum er fíggjarliga støðan hjá Strandferðsluni í 2013. Landsstýrismálanevndin sendir nú Johan Dahl kæruna til ummælis. Hann fær 14 dagar til tess. Harafturat fer nevndin at útvega tilfar, sum hon skal brúka í viðgerðini. Í dag samtykti Fólkatingið einmælt eitt uppskot til samtyktar frá fólkatingslimunum úr Føroyum og Grønlandi, um at beina allar markaforðingar í ríkisfelagskapinum av vegnum. Hetta er fyrstu ferð, at norðuratlantiskir fólkatingslimir í felag hava sett uppskot fram, og fakfólk siga fyri mær her í húsinum, at hetta man vera fyrstu ferð, at Fólkatingið hevur samtykt eitt uppskot, sum ikki kemur frá stjórnini ella samgonguni sjálvari, sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin. Nú, Fólkatingið hevur álagt stjórnini tað, byrjar arbeiðið við at burturbeina smáar og stórar forðingar fyri, at persónar, fyritøkur og felagsskapir frítt kunnu flyta seg og virka tvørtur um landamørkini í Ríkisfelagsskapinum, sigur Edmund Joensen. Tað bleiv ikki heilt summarferia hjá løgtinginum fríggjakvøldið, tí fleiri tingfundir vera hetta til tingsetan formliga endar á ólavsøku. Lógin um gjøldini á makrel og norðhavssild skal eisini broytast, tí ætlanin er at hækka veiðigjøldini í lógini, sum varð samtykt í fjør. Tað kunngjørdi løgtingsformaðurin, Jógvan á Lakjuni, klokkan trý korter til átta fríggjakvøldið, tá triði tingfundurin tann dagin og tann 91. í tingsetuni endaði Uppskotið hjá føroysku og grønlendsku fólkatingslimunum um at beina burtur markaforðingar í ríkisfelagsskapinum bleiv í dag einmælt samtykt á fólkatingi. Samtyktin bindir donsku stjórnina og ráðini hjá stjórnini at eyðmerkja og burturbeina tvørleikar, sum borgarar í ríkisfelagsskapinum eru fyri, tá teir flyta um landamørk í felagsskapinum. Afturfyri vil fólkatingið hava, at føroyskir og grønlendskir myndugleikarnir á sama hátt beina burtur tær forðingar, ið danir kunnu vera fyri, tá teir flyta millum londini. Fyri føroyingar kann talan tildømis vera um danska p talið, cpr nummarið, sum mangan krevst fyri at sleppa fram at ymsum tænastum í Danmark. Higartil hevur ikki borið til hjá føroyingum at fáa danskt p tal, uttan at flyta til danska kommunu fyrst og síðani fáa viðurskiftini í lag. Danski fíggjar og innanríkisráðharrin hevur í hesum sambandi boðað frá, at tað ikki er nakar trupulleiki at loyva føroyingum, sum búgva í Føroyum, at fáa danskt p tal. Ætlanin er nú at fáa broytt avtaluna millum Danmark og Føroyar frá 1993, so føroyingar við rætti til dimitendstuðul í donskum a kassum, kunnu sleppa at søkja arbeiði í Føroyum uttan at missa rættin til danska stuðulin. Afturfyri eigur føroyski landsstýrismaðurin í vinnumálum at gera eina føroyska dimitend skipan, so eisini danskir statsborgarar fáa møguleika at flyta úr Føroyum til Danmarkar ella Grønland at søkja um arbeiði við føroyskum arbeiðsloysisstuðuli. Vit fara at taka samráðingar upp við Pedagogfelagið um lønir og normeringar, tá vit hava fingið greiðu á, hvussu nógvir stovnar skulu hava longur opið. Forkvinnan í Pedagogfelagnum segði fyrr í dag við útvarpið, at Pedagogfelagið ikki er tikið við uppá ráð um ætlaninar hjá Tórshavnar kommunu, um at leingja upplatingartíðirnar hjá dagstovnunum í kommununi við einum hálvum ella heilum tíma um morgunin og seinnapartin. Pedagogfelagið vísti eisini á, at pengar og tímar mugu setast av, um ætlanin skal gerast veruleiki. Kjakið í kvøld verður eitt orðaskifti um hvønn týdning tað hevur, at ein drag queen vinnur Eurovision sangkappingina. Eysturríska Conchita Wurts er ein maður í konufólkaklæðum, og hennara framførsla leygarkvøldið skakaði vanligu kynsmyndina og hevur elvt til kjak um allan heim. Sunneva Háberg Eysturstein, LGBT ari, og Niels Uni Dam, samskiftisráðgevi og kjakari, skifta orð um hetta eftir Dag og Viku í kvøld. Eisini tosa vit við Rakel Helmsdal, ið telist millum stigtakararnar og fyrireikararnar av Skrivikappingini 2014, vit hitta Edvard Nyholm Debess, sum letur úr hondum fotobókina Kærleiki og Vónir , og vit vitja á Listasavni Føroya, har Nils Ohrt tosar um hugtakið bíbilsk list og relieffini við frásagnum um Jesu lív, sum Edvard Fuglø gjørdi til Christianskirkjuna í Klaksvík. Søvn Landsins og Statsbiblioteket í rhus hava skrivað undir sáttmála um talgilding av mikrofilmunum av føroysku bløðunum, sum eru á goymslu á Landsbókasavninum. Við at talgilda mikrofilmarnar verður tað nú gjørligt at lesa talgildu bløðini á teldu, og møguleiki verður eisini at leita í prentaða tilfarinum. Í bløðunum eru nógvir upplýsingar um fólk, tíðindi og greinir um samfelag og politkk umframt alt kjakið í lesarabrøvunum. Og gomlu lýsingarnar siga eisini nakað um tíðina, ið var. 18 bløð verða talgild í hesi verkætlanini. Hetta eru bløð, sum eru úkomin frá 1877 til 1999, teirra millum øll tey stóru bløðini so sum Dimmalætting, Sosialurin, Dagblaðið, 14. September, Norðlýsið, Oyggjatíðindi og Tingakrossur. Talgildingin kemur í tøkum tíma, tí gomlu mikrofilmarnir eru slitnir, og lesitólini eru gomul og krevja ábøtur. Talgildingin fer fram longu í vár, og síðani skal tilfarið gerast teldutøkt. Talgildu bløðini verða atkomulig hjá almenninginum í ár. Kostnaðurin fyri alla verkætlanina at talgilda mikrofilmarnar av føroysku bløðunum fer at vera umleið 800.000 krónur Landsbókasavnið hevur frammanundan talgilt fleiri av eldru føroysku bløðunum. Hetta er gjørt í verkætlanini tíðarrit.fo. Higartil eru 23 bløð talgild í hesi verkætlanini. Sambært norðurlendska sáttmálanum um sosiala trygd frá 2003, hava fyritíðarpensjónistar, sum flyta úr einum Norðurlandi til annað Norðurland ella til eitt land í ES, rætt til at fáa ta pensjón, tey fingu í landinum, tey flyta úr. Annika Olsen svaraði Kára P. Højgaard, at hon var sinnað at tosa við danska ráðharran í almannamálum um eina avtalu millum Føroyar og Danmark um rættindini hjá fyritíðarpensjónistum. Váðamarkið er 500, og níggju peningastovnar av 75 á listanum eru yvir 500 og tí í stórum vanda fyri at koma í álvarsligar trupulleikar. Harafturat er siðvenjan í øllum landinum, at tey ófaklærdu verða ikki send til hús, so hvørt sum útbúgvin fólk koma úr Heilsuskúlanum ella, tá faklærd søkja leys størv. Annika Olsen, landsstýriskvinna, hevur svarað spurningum frá Rigmor Dam, løgtingskvinnu, um faklærda og ófaklærda arbeiðsmegi í Heimatænastuni í Suðurstreymi. Mannagongdin er tann, at tá biskupur, Prósta dømisráðið og Stiftsstjórnin mæla til, at kirkjusókn fær loyvi at fyrireika nýggja kirkju, fær sóknin fyrst loyvi at savna inn pening til endamálið. Tá kirkjusóknin eigur í minsta lagi ein triðing av byggikostnaðinum, kann hon í stigum fáa loyvi at fara undir veruligu fyrireikingarnar til byggingina. Tá líkt er til, at byggiætlanin fer at halda, fær kirkjusóknin loyvi at byggja, um innankirkjuligu myndugleikarnir geva landsstýrismanninum sítt viðmæli. Fult samsvar er tó ikki millum føroysku lógina um fíggjarviðurskifti fólkakirkjunnar og donsku løgskipanina um folkekirkens kirkebygninger. Hitamiðstøðin er ískoytishitamiðstøð. Hon skal gera hita, tá orkunýtslan í fjarhitaskipanini er størri enn orkan, sum Elverkið á Sundi, Brennistøðin á Hjalla og Hitamiðstøðin á Hjalla kunnu veita. Umhvørvisstovan gav umhvørvisgóðkenning til hitamiðstøðina í 2009. Men tann góðkenningin varð kærd. Tað gjørdu Eigarafelagið inni á Gøtu og Eigarafelagið Hoyvíkshædd, sum mettu, at støðin fór at dálka luftina í grannalagnum. Í viðgerðini av nýggju umhvørvisgóðkenningini er serligur dentur lagdur á, at hitamiðstøðin gagnnýtir spillorku frá ymsu keldunum so væl sum gjørligt. Roykurin frá hitamiðstøðini skal ikki vera heilsuvandi ella til ampa hjá fólki í nærumhvørvinum. Fjarhitafelagið skal fyribyrgja, at olja og onnur umhvørvisdálkandi evni fara út í umhvørvið. Og óljóð, ristingar og geislingar frá hitamiðstøðini skulu avmarkast sum mest. Umhvørvisstovan sigur, at samanborið við upprunaligu ætlanina er verkætlanin broytt soleiðis, at støðin hevur ein 10 MegaWatt el ketil og heittvatnstanga heilt frá byrjan. Hon hevur eina 6,5 MegaWatt oljufýring at byrja við, men kann tó hava upp til tríggjar. Nú skal hitamiðstøðin brenna gassolju, ikki miðaltjúkka tungolja. Skorsteinurin er hækkaður úr 20 upp í 25 metrar í minsta lagi. Og greitt er ásett, hvussu nógvar tímar, hitastøðin kann brenna um árið. Nógvar avmarkingar eru í lógini um at útveita sjóvegis farleiðir hjá Strandferðsluni. Eitt nú skulu ferðaseðlaprísirnir ikki hækka í meðal, og túratalið skal ikki lækkast. Kortini væntar Vinnuhúsið, at privat fara at sýna áhuga fyri at sleppa at røkja farleiðir, tá tær verða útveittar. Marita Rasmussen er stjóri í Vinnuhúsinum Í morgin fer Vinnunevndin hjá løgtinginum at viðgera uppskotið hjá Johan Dahl, landsstýrismanni í vinnumálum, um at seta trý tingfólk at kanna Eik Grunnin og Skráseting Føroya, sum síðani 2008 hevur havt eftirlitið við vinnurekandi grunnum í Føroyum. Alfred Olsen, formaður í Vinnunevndini, væntar, at nevndin fer at skriva álit um uppskotið hjá Johan Dahl í morgin. Nevndin fekk málið fríggjadagin. Vinnunevndin hevur biðið tveir advokatar, sum frammanundan hava kannað Eik Grunnin, koma á fundin í morgin. Teir eru Eyðfinnur Jacobsen og Christian Andreassen. Harafturat er Bjørn á Heygum, advokatur, biðin um at siga frá muninum millum eina grein 19 kanning, sum nú skal gerast, og kanningina, sum Skrásetingin bað Eyðfinn Jacobsen gera. Lógin um gjøldini á makreli og norðhavssild skal eisini broytast, tí ætlanin er at hækka veiðigjøldini í lógini, sum varð samtykt í fjør. Uppskotið er at hækka veiðigjaldið fyri makrel 25 oyru, úr 75 oyrum upp í eina krónu, og veiðigjaldið fyri norðhavssild skal hækka úr 35 oyrum upp í 50 oyru. Nú verða gomlu kirkjugøturnar aftur gingnar. Komandi leygardag verður skipað fyri vallaratúri úr Hoyvík til Kirkjubøar. Steðgað verður ymsastaðni og nakrir partar av túrinum verður gingnir í kvirru. Vit settu Sonju Klein stevnu við Sandá í morgun Er ætlanin at seta á stovn samdøgursstovnar til børn, so eigur eisini at verða spurt, hvat tað góða barnalívið er, og hvat børn hava rætt til. Kanningin, sum Tórshavnar kommuna hevur gjørt um upplatingartíðir á dagstovnum, vísir eisini, at summi foreldur vilja hava, at dagstovnarnir hava opið um vikuskiftið og munandi longur enn nú. Sambært dagstovnalógini hava dagstovnar og dagrøktir opið um dagin gerandisdagar, men ein kommuna kann eftir tilmæli frá barnaverndarnevndini geva loyvi til, at dagstovnar hava opið alt samdøgrið ella um vikuskiftið. Maud Vang Hansen sigur, at nógvar familjur eru hart sperdar, serliga einligir forsyrgjarar. Men hon heldur, at tað er týdningarmikið at hugsa um, hvat er best fyri barnið og familjuna, tá børnini eru smá Granskingardagar eru hesa vikuna á landssjúkrahúsinum, har eini 14 granskarar eru við. Granskingin fevnir víða og vit hava hitt tvær úti á Landssjúkrahúsinum, sum granska í ávikavist meningitis og ættarbreðgi, tá tað snýr seg um ov nógv feitt í blóðinum. Morgunsendingin prátar og spákar við Maud Vang Hansen, forkvinnu í Pedagogfelagnum, og Ingrid Bjarnastein, átaksleiðara í fólkaheilsuráðnum. Tórshavnar kommuna fer nú, saman við Almannaverkinum, at bjóða út virknisvenjing soleiðis, at fólk, sum leita eftir arbeiði, fáa møguleika at nýta sínar førleikar sum skjótast. Virknisvenjing er bæði fyri fólk, sum nýliga eru flutt til Føroya og enn ikki hava fingið starv og til fólk, sum eru dottin úr ALS skipanini. Ingun Eiriksdóttir, frá Tórshavnar kommunu, og Marjun Berg, frá Almannaverkinum vóru í útvarpsstovuni og greiddu frá. Tíggju luttakarar, fýra kvinnur og seks menn, fara at dystast í kroppsligari útsjónd og styrki. Kappingin verður í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið klokkan 19. Frá 1. mars 2013 til 28. februar 2014 var burðaravlopið 276, meðan nettoflytingin var minus 87 fólk. Fólkatalið vaks sostatt við 189 fólkum. Størsti fólkavøksturin var í Tórshavnar økinum við 189 fólkum. Í Suðuroy vaks fólkatalið við 20 fólkum, í Norðoyggjum við 19 fólkum og í Vágum við 11 fólkum. Orsøkin til fólkavøksturin er, at flytingin av landinum er minkað so mikið, at burðaravlopið er meira enn tvær ferðir so stórt sum nettoflytingin av landinum. Av tí at uppgerðarhátturin nú er broyttur til nýggja skrásetingarskipan hjá Landsfólkayvirlitinum, kunnu tølini frá 1.1.2012 fram til nú víkja frá tølunum, sum áður eru kunngjørd frá hesum tíðarskeiði. Arbeiðið at byggja út Tórshavnar Havn liggur í løtuni á borðinum hjá friðingarmynduleikunum og hjá Vinnunevndini í Tórshavnar kommunu. Dátueftirlitið er nú við at vera liðugt við viðgerðina av málinum um, hvørt Mentamálaráðið helt lógina, tá nógv umrødda landsroyndin skuldi haldast herfyri. Dátueftirlitið hevur eftirlit við, at persónsupplýsingarlógin verður hildin og hevur eisini heimildir til eina og hvørja tíð at koma á eftirlitsvitjan á støðum, har persónsupplýsingar verða viðgjørdar ella goymdar. Landsroyndin miseydnaðist sum kunnugt, men tá Dátueftirlitið í fjølmiðlunum frætti, at ein servari ella ambætari í Kanada spældi avgerandi leiklut, varð Mentamálaráðið biðið um eina frágreiðing. Dátueftirlitið setti Mentamálaráðnum spurningar um dátutrygd í sambandi við landsroyndina og vildi vita, um persónsupplýsingar vórðu goymdar á servaranum og viðgjørdar rætt, soleiðis sum lógin um persónsupplýsingar krevur. Í svari sínum til Dátueftirlitið viðgongur Mentamálaráðið, at embætisfólkini ikki hava verið nóg tilvitað um ásetingarnar í persónsupplýsingarlógini í sambandi við landsroyndirnar, men lovar bót og bata í framtíðini. Stjórin á Dátueftirlitinum, Eyðhild Skaalum sigur, at hon væntar, at eftirlitið verður liðugt við viðgerðina av málinum í dag ella í morgin, og at Mentamálaráðið tá fær niðurstøðuna. Í dag legst fimta skipið afturat frálandaflotanum hjá Team Beredskab í Tórshavn. Stril Merkur ið er bygdur í 2011, er 98 metrar langur og 19 breiður. Skipið er bygt í tøttum samstarvi við Statoil, sambært krøvum teirra til eitt framkomið hágóðskuskip at veita munadygga trygd á oljuøkjunum í Norðsjónum. Skipið varð frá byrjan væl mannað við føroyingum. Nakrir royndir Norðmenn vórðu tó við, til tess at byggja upp føroyskar førleikar at sigla framkomna farið. Tað er norska frálandareiðaríið Simon Møkster Shipping í Stavanger, sum eigir Stril Merkur og hini fýra skipini, sum Team Beredskap tekur sær av at manna. Tórshavnar kommuna fer nú, saman við Almannaverkinum, at bjóða út virknisvenjing so fólk, sum leita eftir arbeiði, fáa møguleika at nýta sínar førleikar sum skjótast. Fólk kunnu eisini koma í virkisvenjing á privata arbeiðsmarknaðinum. Umleið 60 prosent av fólkunum eru í virkisvenjing á teimum almennu arbeiðsplássunum og 40 prosent eru á privatum arbeiðsplássum. Skipanin verður í Tórshavnar kommunu fyribils til árslok, og so fer kommunan at eftirmeta skipanina og meta um kommunan skal halda fram við skipanini. Skipanin er bæði fyri fólk, sum nýliga eru flutt til Føroya og enn ikki hava fingið starv og til fólk, sum eru dottin úr ALS skipanini og nú fáa almannaveitingar. Eysturkommuna hevur gjørt nýggja byggisamtykt fyri økið, men ein slík byggisamtykt skal fyrst viðgerðast í lokalu friðingarnevndini, sum síðani sendir hana til yvirfriðingarnevndina til staðfestingar, og síðani skal hon á borðið hjá landsstýrismanninum, sum skal góðkenna byggisamtyktina. Friðingarnevndin í Eysturoy tók síðani mákið til viðgerðar, men av gegnistrupulleikum hjá nevndarlimi var málið flutt til friðingarnevndina í Norðoya sýslu, og hon viðgjørdi málið hálvan september í fjør. Karl Johansen, sýslumaður í Norðoyggjum, sigur, at nevndin staðfesti, at bæði neyst og bátahylur eru bygd uttan loyvi, og at nevndin kravdi at kommunan tekur neystini niður, og málið er sent Yvirfriðingarnevndini. Aftan á sera trupult og hart tíðarskeið, kennir kvinnan seg at vera á rættari kós, tó so tykist hon eisini vera í íva í, um hetta nú var rætta avgerðin, hon tók, tá hon fór frá manninum, sum hon hevur trý børn saman við. Hon spyr Hvat er eitt sunt familjumynstur fyri okkum Turið Horn og Jógvan Zachariassen svara teimum 4 brøvunum, sum verða viðgjørd í hesi sending, sum eisini er tann næstsíðsta á hesum sinni. Øll brøvini eru at finna á Facebooksíðuni hjá Kyn og kenslum. Í dag eru vit í Funningi. Her eru Barbara og Høgni og geva seyði. Tey búgva í Hoyvík, og eru ofta saman við pápa sínum og geva seyði. Børn í frítíðarskúlanum í Badmintonhøllini í Havn hava sent okkum bræv. Tey siga, at tey hava gjørt ein sang, og at tey fara at seta eplir niður. Vit hoyra rappsangin hjá teimum, og tey greiða frá eplum, sangi og um tað at ganga í frítíðarskúla. Aling á opnum havið. Aling ferð longu fram á flestu vardu økum í Føroyum. Neyðugt er tí at fara út á meira harðbalað økir, um alivinnan skal vaksa. Fiskaaling, saman við vinnu og veitarum, er í holt við eina verkætlan, har tvey alibúr verða løgd eystan fyri Nólsoynna. Tó verður ongin fiskur í teimum fyribils. Alda og streymur eru mátaði í økinum síðani 2010. Teldumyndlar eru gjørdir av búrum í teimum líkindum, sum eru væntandi út frá mátingunum. Útgerðin er tillagað teimum kreftum, sum eru væntaðar eftir teldumyndlunum. Tá búrini eru komin at liggja, verða kreftir í teymum og nótum mátað. Hesar kreftir verða samanbornar við tær, ið teldumyndlarnir góvu, so teldumyndlarnir kunna gerast betri. Verður úrslitið av hesi verkætlan jaligt, kann hon verða grundarlag fyri næsta stigi, sum er at hava fisk í búrunum. Fyrrapartin fer Vinnunevndin hjá løgtinginum at viðgera uppskotið hjá Johan Dahl, landsstýrismanni í vinnumálum, um at seta trý tingfólk at kanna Eik Grunnin og Skráseting Føroya, sum síðani 2008 hevur havt eftirlitið við vinnurekandi grunnum í Føroyum. Tá uppskotið hevði fyrstu viðgerð fríggjadagin, ætlaði samgongan at víkja frá tíðarfreistunum og samtykja uppskotið um grein 19 nevndina longu á tingfundinum fríggjadagin. Men seks tingfólk kravdu at fáa málið í Vinnunevndina til viðgerðar har. Alfred Olsen, formaður í Vinnunevndini, væntar, at nevndin fer at skriva álit um uppskotið hjá Johan Dahl um grein 19 nevnd í dag. Vinnunevndin hevur biðið tveir advokatar, sum frammanundan hava kannað Eik Grunnin, koma á fundin í dag. Teir eru Eyðfinnur Jacobsen og Christian Andreassen. Harafturat er Bjørn á Heygum, advokatur, biðin um at siga frá muninum millum eina grein 19 kanning, sum nú skal gerast, og kanningina, sum Skrásetingin bað Eyðfinn Jacobsen gera. Tann kanningin bleiv ikki liðug, tí løgtingið vildi ikki lata fleiri pengar. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, og Johan Dahl hava eisini fingið fundarboð frá Vinnunevndini. Í uppskotinum til samtyktar hjá Johan Dahl stendur einki um, hvussu nógv ein slík grein 19 kanning kostar, ella, hvussu hon skal fíggjast. Ein slík nevnd, sum nú er ætlanin at seta, eitur grein 19 nevnd eftir grein 19 í stýriskipanarlógini. Sambært henni kann løgtingið skipa nevndir av tingmonnum at kanna alment umvarðandi mál. Nevndirnar hava rætt at krevja skrivligar ella munnligar upplýsingar frá einskildum borgarum eins væl og frá almennum embætismonnum. Vinnunevndin hevur eitt annað uppskot at avgreiða í hesari tingsetuni. Hon fekk uppskotið um havrannsóknarskip aftur fríggjadagin. Lógin um gjøldini á makreli og norðhavssild skal eisini broytast, tí ætlanin er at hækka veiðigjøldini í lógini fyri 2014, sum varð samtykt í fjør. Uppskotið er at hækka veiðigjaldið fyri makrel 25 oyru, úr 75 oyrum upp í eina krónu, og veiðigjaldið fyri norðhavssild skal hækka úr 35 oyrum upp í 50 oyru. Norska drotningin Sonja kemur til Føroya at vitja í juli mánaða. Á stórum veitsludøgurða í Oslo í gjárkvøldið vendi drotningin sær til Heðin Mortensen borgarstjóra og segði hava áhuga fyri at koma ein túr til Føroya, og tað skuldi vera nú í summar. Heðin er staddur í Olso nú norska grundlógin fyllir 200 ár. Vit skuldu nú havt Heðin Mortensen í telefonini úr Oslo. Úrslitið hjá partafelagnum Faroe Farming batnaði munandi í fjør. Avlopið fyri skatt var umleið 33 milliónir krónur samanborið við eina lítla millión árið fyri, skrivar Vágaportalurin. Leiðslan er nøgd við úrslitið, og hóast óvissa er um framtíðina, eru vórnirnar góðar, og halda forsagnirnar, verður úrslitið í ár væl betri enn í fjør, sigur leiðslan í ársfrágreiðingini. Eginognin í Faroe Farming er 65,6 milliónir krónur, og bókaða virðið á fiskinum er 100 milliónir. Ongin rentuberandi skuld er í felagnum. Smápartafelagið Hjallur í Havn og partafelagið Havsbrún í Fuglafirði eiga Faroe Farming, sum aftur eigur triðingin av partafelagnum South Pelagic. Felagið boðaði eisini frá, at nógv teir flestu privatu partaeigararnir tóku av tilboðnum frá felagnum um at selja tí partabrøvini fyri kurs 210. Tey, sum ikki gjørdu vart við seg, tá tey fingu tilboðið um at selja, hava nú freist til 16.juni at selja síni partabrøv fyri 210 krónur fyri hvørt partabrævið, sum hevur navnvirðið 100. Pengarnar fáa tey so 20.juni. Tey hava ikki annað val enn at selja, tí landið og Atlantic Airways eiga meira enn 90 prosent av felagnum. Karmurin er tann sami sum hjá øðrum feløgum, men eingin lønarhækkan tann 1. oktober 2013, tí feløgini hava keypt ta serligu frívikuna. Sáttmálar frá 1. oktober 2013, sum eru eftir at endurnýggja, er tann hjá Havnar Arbeiðskvinnufelag, og teir hjá lærarum á teknsiku skúlunum og Vinnuháskúlanum, upplýsir Fíggjarmálaráðið. Sambært fólkatalinum, Hagstovan kunngjørdi í gjár, búði eitt fólk í Koltri tann 28.februar, á Stóru Dímun vóru níggju fólk, 13 í Mykinesi, 29 í Svínoynni, 35 í Skúvoynni, 41 í Fugloynni og 93 í Kalsoynni. Nakað meira er av norðhavssild norðan fyri Føroyar í ár enn í fjør og fyrraárið. Tað er fyribils úrslitið av kanningini, sum Magnus Heinason gjørdi nú í mai. Síðst í juni verður tikið saman um úrslitini hjá øllum londunum, sum kanna norðhavssildina. Tá fæst at vita, hvussu støðan er hjá norðhavssildini. Tann økjandi miðalstøddin frá ári til árs er ábending um, at miðalaldurin veksur, sum tíanverri, sigur Havstovan, merkir, at lítil og eingin tilgongd er av smærri sild. Sum heild var talan um stóran svartkjaft, men bæði syðst og norðast í kanningarøkinum var væl av smáum svartkjafti uppií, sigur Havstovan. Í fyrra brævi til Korintmanna stendur at lesa kærleikans kapittul og tað eru føgur orð. Men hvat er kærleiki Vit tosa um kynsligan kærleika og tráan, vinalag og passión. Men hvat er Eros og Agape og platónskur kærleiki. Sagt verður, at Guð er kærleiki og vit elska, tí Hann elskaði okkum fyrst. Theodor Eli Dam Olsen, prestur, greinar hugtøkini aftur til teir gomlu grikkarnar fram til nýggja testamentið og gjøgnum evropeiska søgu. Musikkstevnan 2014, sum er nummar 48 í røðini, verður í ár hildin á Eiði. Eiðis Ljómfelag er vertur, og tey vænta einar hálvtfjórðahundrað spælarar. Rættiligt kjak hevur tikið seg upp í sambandi við, at miðlarnir valdu at nevna fulla navnið á tí dømda í einum drápsroyndarmáli, meðan teir tagdu við navninum á einum manni, sum sama dag varð dømdur fyri kynsligan ágang. Í Pressutáttinum hesu ferð verður kjakast um, hvørji atlit viga tyngst, tá miðlarnir velja at nevna nøvn í dómsmálum ella velja at tiga við navninum. Tað ger felagið eftir at Heilsufrøðiliga starvsstovan staðfesti forboðið fyri at selja okkurt um 80 tons av heilfrystum toski, sum Ran hevði við av Flemish Cap fyrst í apríl, til matna. Hesin parturin av lastini var so stórur og feitur toskur, at ikki bar til at frysta hann í blokk, er frágreiðingin hjá Thor. Thor helt uppá, at fiskurin er fyrsta floks. Heilsufrøðiliga starvsstovan kolldømdi fiskin sum mannaføði, tí hann, sambært Heilsufrøðiligu starvsstovuni, ikki er viðfarin rætt. Í tíðindaskrivi 3.apríl segði Thor seg kanna, um rættast var at melda Norðlýsið fyri ólógliga at hava útvegað sær atgongd til eitt skip hjá Thor, ella um rættast var at taka onnur stig. Útileikarar Julian Olsen, VÍF Rói B. Hansen, Neistin Tróndur Arge, H71 Eirikur Simonsen, Viborg Hilmar Leon Jakobsen, H71 Jónas G. Djurhuus, H71 Kjartan Johansen, StÍF Áki Egilsnes, VÍF Allan Norðberg, StÍF Pætur Thomsen, H71 Djóni V. Højgaard, H71 Helgi Hoydal, Viborg Linda Hesselberg, ákæri, segði við Útvarpið 22.apríl, at talan er um sjey brot á kunngerðina um fiskiskap eftir havtasku og svartkalva við gørnum á føroysku landleiðini. Tí politiið hevur trygd í skipinum fyri bót, sakarmálskostnað og reiðskap, sum ákæruvaldið hevur lagt hald á. Talan er um 2,4 milliónir krónur Og Anita verður liggjandi, til føroya rættur hevur viðgjørt málið, um tað ikki dregur alt ov nógv út, sigur Jens Andrias Winther, advokatur hjá reiðarínum. 68 ára gamli skiparin, Lee Joon Seok, er ákærdur fyri at rýma av søkkandi skipunum, samstundis sum hann gav ferðafólkunum boð um ikki at fara av skipinum, sigur koreanska tíðindastovan Yonhap. 281 ferðafólk lótu lív 16. apríl, tá ferjan koppaði. 23 fólk eru ongantíð komin afturíaftur. Flestu ferðafólkini vóru miðnámsskúlanæmingar, sum vóru á veg út á eina frítíðaroyggj. Skiparin er ikki einsamallur á ákærubeinkinum. Maskinmeistarin og fyrsti og annar stýrmaður eru eisini ákærdir fyri manndráp. Revsingin er í ringasta føri lívstíð, verða teir dømdir sekir. 11 aðrir av manningini eru ákærdir fyri vansketni. 172 av ferðafólkunum sluppu frá vanlukkuni við lívinum. Skipið sakk, tá tað av ókendum orsøkum brádliga fór í annað borðið. Linda Hesselberg, ákæri, segði við Útvarpið 22.apríl, at talan er um sjey brot á kunngerðina um fiskiskap eftir havtasku og svartkalva við gørnum á føroysku landleiðini. Men hvussu nógvar ákærurnar verða, veit hon ikki enn, tí ákæruritið er ikki liðugt. Tað verður latið rættinum í næstu viku, sigur hon. Vørn tók veiðiloyvið frá Anitu í fýra vikur. Anita sleppur kortini ikki at loysa, tá hon fær loyvið aftur mánadagin. Tí politiið hevur trygd í skipinum fyri bót, sakarmálskostnað og reiðskap, sum ákæruvaldið hevur lagt hald á. Talan er um 2,4 milliónir krónur Reiðaríið hevur ikki veitt bankatrygd fyri kravinum, og tí hevur reiðaríið trygd í skipinum. Anita verður liggjandi, til Føroya rættur hevur viðgjørt málið, um tað ikki dregur alt ov nógv út, sigur Jens Andrias Winther, advokatur hjá reiðaríinum. Tvey flogfeløg fara nú at kappast um grønlendsku ferðafólkini. Seinastu mongu árini hevur Air Greenland verið einsamalt um flúgvingina, men 2.juni fer Greenland Express Air at flúgva millum Danmark, Grønland og Ísland, skrivar Sermitsiak . Greenland Express Air hevur langleigað eitt flogfar av slagnum Fokker 100, sum tekur 100 ferðafólk. Tað fer at flúgva millum Aalborg og Keypmannahavn í Danmark, Keflavík í Íslandi og Kangerlussuaq Syðra Streymfjørð og Narsassuaq í Grønlandi. Í leigusáttmálanum hevur flogfelagið eisini tryggjað sær eitt flogfar aftrat, sum skal verða tøkt, um tekniskir trupulleikar verða við hinum flogfarinum. Hetta flogfarið kann eisini flúgva leiguflúgving. Flogfarið, sum Greenland Express hevur leigað, er frá 1995, og leigusáttmálin er trý ár. Fýra spurningar eru aftur til viðgerðar í Also. Umframt spurning um grannar, sum eru vorðnir óvinir orsakað av tilburði undir einum Premier League dysti, spyr kvinna, um hon skal siga sjeikinum, at hon hevur verið saman við einum vinmanni hjá honum. Eldri par í grannalagnum gevur likkunum, men nú eru likkurnar vorðnar ein plága fyri grannalagið og systkin greiða frá um mammu, sum eigur at búgva á einum heimi, men ikki vil. Tey spyrja, um tey skulu taka hana av ræði. 10. mannafarið hjá Havnar Róðrarfelag var í flokki fyri seg í føroyskum kappróðri í 70 árunum. Eingin hevur vunnið so nógv og so ofta eftir so fáum árum sum Havnarbáturin. Hann var føroyameistari í sjey ár í eitt koyr og vann ólavsøkuróðurin átta ár á rað. Sum einasta kappróðrarfelag í Havn tey árini var Havnarbáturin flaggskipið, sum havnarfólk vóru góð við. Nógvir í Havnarbátinum róðu saman í fleiri ár og myndaðu eina sterka kjarnu. Samanhald og vinskapur var avgerandi fyri góðu úrslitini. Teir, ið róðu, fortelja sjálvir um gyltu 70 árini í tí hvíta 10. mannafarinum við drekastevninum. Vit hitta eisini aðrar, sum róðu í øðrum 10. mannaførum um somu tíð. Eisini síggja vit filmsupptøkur frá ólavsøkukappróðri í 70 árunum. Chase er ikki beinleiðis risin upp úr kirkjugarði, tí bólkurin hevur verið virkin av og á hesin seinastu árini, seinast í sambandi við Summarfestivalin í 2009. Men tað ber til at siga, at Chase brádliga er risen upp úr ruggustólinum, nú hann feirar silvurbrúdleyp. Tað er ikki í tráð við persónsupplýsingarlógina, ið krevur, at flutningur av persónsupplýsingum skulu fráboðast Dátueftirlitinum. Tað stendur í niðurstøðuni, Dátueftirlitið hevur sent Mentamálaráðnum. Dátueftirlitið setti Mentamálaráðnum spurningar um dátutrygd í samband við landsroyndir, tá Dátureftirlitið umvegis fjølmiðlarnar hoyrdi, at Mentamálaráðið brúkti ein servara í Kanada í samband við royndirnar. Mentamálaráðið viðgekk í svarinum, at tað hevur neyvan verið nóg tilvitað um ásetingarnar í persónsupplýsingarlógini um dátuviðgerðaravtalu og fráboðanarskyldu í samband við landsroyndirnar. Dátueftirlitið ger eisini vart við, at eingin dátuviðgerðaravtala fyriliggur millum Mentamálaráðið og servaraveitaran í Kanada, og tað krevur persónsupplýsingarlógin. Mentamálaráðið hevur sostatt ikki livað upp til tvær ásetingar í persónsupplýsingarlógini. Dátueftirlitið ger tó ikki meira við málið. Mentamálaráðið fer eisini at skriva undir avtalu við dátuviðgerða, áðrenn persónsupplýsingar veðra latnir útlendskum dátuviðgerðarum. Ætlanin var, at fyrsta talgilda landsroyndin skuldi vera 28. apríl, tá 1400 næmingar úr fjórðu og sættu flokkum skuldu til landsroynd. Royndin bleiv av ongum, tá tekniskir trupulleikar tóku seg upp. Í donsku fjølmiðlum koma alsamt fleiri søgur undan kavi í tí sokallaðu Se amp Hør gøluni, sum snúgva seg um, hvussu blaðið Se amp Hør við, á ivasaman hátt, hevur fingið trúnaðarsøgur um kendar danskarar. Og hesar søgur nerta eisini við føroysk viðurskifti. Í samrøðu við Danmarks Radio í gjár segði fyrrverandi Se og Hør journalisturin Ken B. Rasmussen, at Se og Hør fylgdi væl við fyrrverandi forsætisráðharranum Lars Løkke Rasmussen, tá hann var á vitjan í Føroyum. Lars Løkke Rasmussen hevur føroyska konu, og vitjar tí javnan í Føroyum. Fyri Danmarks Radio sigur fyrrverandi journalisturin Ken B. Rasmussen, at Se amp Hør fylgdi við sms boðum, tá Lars Løkke Rasmussen var á barr í Føroyum. Eisini var fylgt við í visakort nýstluni hjá Lars Løkke Rasmussen, so tað bar til at síggja, hvat hann keypti, tá hann var í Føroyum. Kolanámið verður knýtt at Erdogan og hansara flokki AKP. Eigarin av kolanáminum hevur tilknýti til løgregluna, og kona hansara er umboðsvald fyri AKP. Í sambandi við vanlukkuna verður eigarin av kolanáminum lagdur undir at hava keypt ov bíliga og gamla trygdarútgerð og hevur sostatt trygdina hjá arbeiðarunum í vanda. Vanlukkan hevði við sær, at tey avvarandi hjá deyðu kolanámsarbeiðararunum skipaðu fyri einum verkfalli í býnum Izmir, har 20.000 fólk stuðlaðu kolanámsarbeiðarunum. Turkiska løgreglan varð boðsend at fáa skil á, men tað elvdi til samanbrestir millum løgregluna og mótmælisfólkini, har løgreglan brúkti táragass og vatnkanónir móti mótmælisfólkunum. Erdogan fór eisini til Soma at halda røðu. Hann minti mótmælisfólkini á, at kolanámsvanlukkur vóru vanligar, og at tað hendu nógvar kolanámsvanlukkur í Bretlandi og Fraklandi í 19. øld Hetta sissaði tó ikki mótmælisfólkini, sum róptu ókvæmisorð eftir forsetanum, og samanbrestir vóru aftur millum løgreglu og mótmælisfólk. Myndir eru almannakunngjørdar av einum av ráðgevunum hjá Erdogan, sum sparkar ein íbúgva í Soma, meðan hesin liggur niðri umgyrdur av tveimum herðmonnum. Í oktober í fjør bjóðai Malta Føroyum venjingardyst á Malta 19. november. Avtalan var eisini, at Malta skuldi koma til Føroyar í juni í ár, staðfesti hjálparvenjarin Jóannes Jakobsen á heimasíðuni hjá FSF. Terji Nielsen, fjølmiðlafólk hjá FSF, sigur við Norðlýsið.fo, at ætlanin var, at dysturin skuldi spælast í Føroyum í juni, men tað hevur ikki borið til at finna eina dagfesting, har tað hevur borið til hjá báðum pørtum. Avtalan um ein dyst í Føroyum er tó framvegis galdandi, og arbeitt verður við at finna ein dag komandi ár, har Føroyar kann taka ímóti Malta, sigur Terji Nielsen við Norðlýsið. Nýggj frágreiðing frá Reyða Krossi Ísland vísur, at sløk 3.000 ung liva av almannaveiting frá kommunum í landinum, umleið 9 prosent av íbúgvunum liva niðanfyri fátækramarkið og 13 prosent eru í vanda fyri at gerast fátøk. Kanningini, sum ber heitið, Hvar er átroðkandi tørvur , er hin fimta hjá Reyða Krossi í Íslandi. Felagsskapurin hevur kannað, hvørjir bólkar eru ringast fyri í íslendska samfelagnum, so at til ber hjá felagsskapinum at gera mun har. Kanningin vísur, at størsti bólkurin, sum fær almannaveiting er ung fólk serliga ungir menn. Í løtuni fáa sløk 3.000 ung fólk stuðul frá tí almenna. Størsta arbeiðsloysið er í aldursbólkinum 18 24 ár, 7,7 prosent, meðan miðal arbeiðsloysið í íslandi er 4,5 prosent. Reyði Krossur óttast, at hesin bólkurin kann lenda niðanfyri fátækramarkið, sum er trupult at burtur úr aftur, skrivar íslendska Kringvarpið. Umleið 9 prosent av íbúgvunum, sum svarar til umleið 30.000 fólk, liva niðanfyri fátækramarkið, og 13 prosent eru í vanda fyri at gerast fátøk. Sambært kanningini merkja tilflytarar í Íslandi alsamt størri fremmandahatur, serliga móti teimum, sum koma úr londum uttanfyri Evropa. Kanningin hjá íslendska Reyða Krossi er gjørd í samstarvi við 30 serfrøðingar inna almanna , heilsu og útbúgvingarverið í Íslandi. Janus í Bindibókini er síðsta fólk, sum helt til í Niðarustovu á Miðgerði í Kollafirði. Her eru savnaðar søgur, sum hann segði í útvarpssendingum í 1981 og 1999. Eitt nú, tá hann datt út á floti við abba sínum, og tá hann sjálvur annar rýmdi úr Noregi við línubátinum Eiriki Jalli . Miðgerðarbrøðurnir vóru abbabeiggjar hansara, og tá Martinus á Ósabakka kom framvið, lærdi hann børnini enskt. Móðurættin var úr Kollafirði og frá Gjógv. Skræddarin Hans Marius Debes var ein ommubeiggi hansara. Tí var Janus í Bindibókini. Nú skulu Føroya bestu svimjarar finnast, og til ber at fylgja við kappingunum í sjónvarpinum, sum sendir allar kappingarnar. Vit vísa ymsu kappingarnar og fáa reaktiónir við kantin, so hvørt sum føroyameistararnir eru funnir. Í Bretlandi, har tey tosa um at hava eina fólkaatkvøðu um limaskapin í ES, verður UKIP størsti flokkur, og í Fraklandi er undirtøkan góð fyri franska tjóðskaparflokkinum Marine Le Pen og Front Nationale. Tað sama er galdandi í Finnlandi, Grikkalandi, Eysturríki, Bulgaria og Danmark, har Dansk Folkeparti fær størstu undirtøkuna. Eisini í Týsklandi, sum vanligar talar fyri ES samstarvinum, stendur flokkurin Annar Møguleiki fyri Týskland til stóra framgongd. Ein stór grund til, at veljarar venda ES bakið, er búskaparskrædlið, sum kom í 2008, men eisini vaksandi talið av tilflytarum hevur sína ávirkan. Hetta sigur Kate Sanderson, føroysk sendikvinna í Brússel. Kaj Leo Holm Johannessen, løgmaður, heldur setanarrøðuna og millum teirra, ið fara at bera fram heilsanir, er norski konsulin í Føroyum, Peter Even Djurhuus. Harumframt verða tveir fyrilestrar á skránni fyri hendan serliga norska tjóðardagin í Norðurlandahúsinum. Hans Andrias Sølvará, lektari á Fróðskaparsetrinum, heldur ein søguligan fyrilestur, sum tekur útgangsstøði í friðaravtaluni, ið var undirskrivað í Kiel í januar 1814. Hin fyrilesturin verður við Vár í Ólavstovu, adjunkti, sum fer at greiða frá um norskar bókmentir og rithøvundar um tað mundið, tá norska grundlógin varð skrivað. Í Noregi er sum vera man veitslurómur í dag, men tað snýr seg ikki bara um veitslu. Søgufrøðingurin Rasmus Glenthøj, sum hevur skrivað bókina Skilsmissen Dansk og norsk identitet før og efter 1814 , sigur at tjóðardagurin snýr seg um at skilmarka eina avgerandi politiska hending. 1814 er endurføðingin av Noregi sum sjálvstøðug tjóð. 1814 er rætt og slætt ár null, og um nøkur hending kann endurskapa tað, so er tað 17. mai. Grundlógin bleiv súmbol uppá tað sjálvstøðuga Noregi, sigur søgufrøðingurin við Berlingske Tidende. Í 1814 noyddist Danmark at sleppa Noregi eftir 434 ára felagsskap. Fullveldið vardi tó bert í fáar mánaðir, og eftir eitt stutt kríggj, mátti Noreg gera samveldi við Svøríki, sum helt fram til 1905. Í hesum tíðarskeiðinum royndi svenski kongurin fleiri ferðir at máa undan norsku grundlógini, men norðmenn vardu sína nýggju stjórnarlóg. Her stóð norska grundlógin sum garantur fyri norskum sjálvstýri í samveldinum, sigur Rasmus Glenthøj, nú grundlógin fyllir 200 ár. Suðuroyar Svimjifelag førir eftir fyrsta dagin í FM í svimjing dystin um at vinna flest heiðursmerkir á bæði FM og JM 2014, men Ægir er í hølunum á teimum. FLOT, har serliga Birita Debes gjørdi um seg, er við í dystinum um heiðursmerkir hjá seniorum, meðan Havnar Svimjifelag stendur seg betri í juniorbólkinum. Felag Gull Silvur Bronsa SuSvim 6 3 3 Ægir 6 0 2 HS 1 8 5 FLOT 0 1 2 Reysti 0 1 1 Heiðursmerkjabýti í opna bólkinum Felag Gull Silvur Bronsa SuSvim 6 5 3 Ægir 5 5 2 FLOT 2 0 0 HS 1 4 8 Reysti 0 0 1 Eitt valdsskifti er á veg í ES. Veljarar streyma til mótstøðuflokkarnir ímóti evropasamstarvinum. Fíggjarkreppa, ófriður og misálit hava merkt evropeiska projektið hetta valskeiðið Hetta verður hátíðarhildið við serligum 17. mai dagshaldi í Norðurlandahúsinum í Havn, og tað byrjar klokkan tvey seinnapartin. Fróðskaparfelagið og Norrøna Felagið eru við sum fyriskiparar saman við Føroyskum Norskum felag. Tosað verður við forkvinnuna, Tone Kjeld. Her telja vit gull bæði sum einstaklingur og sum partur av einum liði í dag hevur hann møguleika at taka sítt 100. sum einstaklingur. Hetta skrivar heimasíðan svimjing.com Bjarni Arnason, stjóri í granskoðaravirkinum Numo og Jóannes Jacobsen, buskaparfrøðingur á Fróðskaparsetri Føroya, kjakast um fiskivinnunýskipanina. Herviligasta vatnflóð í 120 ár hevur rakt Balkanhálvoynna. Gott 30 fólk eru deyð, og umleið 20.000 til 30.000 fólk eru flutt frá heimum sínum, og neyðhjálpin er stór, skriva tíðindastovurnar. Stórur munur á antibiotikanýtsluni í Norðurlondum. Hóast grannalondini Føroyar, Ísland og Danmark líkjast á nógvum økjum, so er munur á hvussu tey nýta antibiotika sum heilivág. Hetta verður staðfest í vísindaligari grein, sum júst er útgivin og sum Marita Debess Magnussen phd lesandi hevur skrivað saman við øðrum granskarum. Stórsigur til Føroyar Nú ein dystur er eftir, er glið komið á føroyska liðið. Føroyar eru nú á 4. plássi. Í dystinum móti Norðurland Vestra vunnu Føroyar stórsigur. Tey fýra liðini kunnu í mesta lagi vinna 80 stig til samans og Føroyar vunnu 71,83. Nú er ein dystur eftir og møguleikin er til staðar at fáa eitt gott úrslit, um tað eisini hilnast væl í seinasta dystinum. Besta úrslit higartil er eitt fimta pláss, men tá hava 10 lið verið við íalt. Støðan undan seiansta umfari 1. Norðurland Eystra 313,1 2. Reykjanes 297,8 3. Reykjavík 267 4. Føroyar 256,8 5. Suðurland 231,6 6. Austurland 218,3 7. Vesturland 192,6 8. Norðurland Vestra 142,8 Les meira á bridge.fo Løgtingið gav 10. apríl Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, loyvi til at stovna partafelagið, og fimm dagar seinni kom lógin í gildi. Og í gjárkvøldið boðaði Fíggjarmálaráðið til tíðindafundar í dag klokkan tvey um nýtt tunnilsfelag, sum skal stovnast. Sambært lógini verður stovnað eitt alment partafelag, sum skal byggja og reka báðar tunlarnar. Landið setur tilsamans 400 milliónir krónur í felagið hetta til 2024. Tær fyrstu 15 milliónirnar setur landið í felagið longu í ár og tær seinastu hálvthundrað milliónirnar um tíggju ár. Um neyðugt, kann landið hækka partapeningin, ella veita felagnum avmarkaða trygd fyri at fáa fígging til Sandoyartunnilin. Sambært lógini kann felagið eisini taka ábyrgdarlán, og landið skal veita felagnum 10 milliónir krónur í árligum rakstrarstuðli, tá Sandoyartunnilin er tikin í nýstlu. Hetta er tað sama sum tað kostar landinum at hava Teistan í sigling um Skopunarfjørð. Eysturoyartunnilin verður mettur at kosta eina milliard og 50 milliónir krónur, og Sandoyartunnilin verður mettur at kosta 860 milliónir krónur Fyrst verður farið undir Eysturoyartunnilin, og tá hann er boraður, verður farið undir at bora Sandoyartunnilin, tó í seinasta lagi í 2018. Gongst sum ætlað verður koyrandi bæði í Eysturoyartunlinum og Sandoyartunlinum í 2021. Lógin sigur eisini, hvar tunlarnir báðir vera. Eysturoyartunnilin hevur rundkoyring og kemur upp bæði á Strondum og í Runavík. Sandoyartunnilin verður millum Gomlurætt og Traðadal. Vørn tók annan páskadag veiðiloyvið frá Anitu í fýra vikur. Anita verður tó liggjandi til Føroya rættur hevur viðgjørt ákærurnar móti reiðaríi og skipara. Tað segði Jens Andrias Winther, advokatur hjá reiðaríinum, sum eigur Anitu, við Útvarpið hósdagin. Linda Hesselberg, ákæri, segði við Útvarpið 22.apríl, at talan er um sjey brot á kunngerðina um fiskiskap eftir havtasku og svartkalva við gørnum á føroysku landleiðini. Men hvussu nógvar ákærurnar verða, visti hon ikki hósdagin, tí tá var ákæruritið ikki liðugt. Ákæruritið verður latið Føroya rætti í hesari vikuni, segði Linda Hesselberg. Anita sleppur tó ikki at loysa, tá hon fær loyvið at fiska aftur á middegi í dag. Tí politiið hevur trygd í skipinum fyri bót, sakarmálskostnað og reiðskap, sum ákæruvaldið hevur lagt hald á. Talan er um 2,4 milliónir krónur Reiðaríið hevur ikki veitt bankatrygd fyri kravinum, og tí hevur politiið trygd í skipinum. Og Anita verður liggjandi, til Føroya rættur hevur viðgjørt málið, um tað ikki dregur alt ov nógv út, segði advokaturin hjá reiðaríinum hósdagin. Komandi skúlaár verða fleiri smærri skeið boðin út á Námi og Námsvísindadeildin á Setrinum bjóðar út linjulestrar til útbúnar lærarar og pedagogar og ískoytisútbúgving til bachelor til lærarar. Hetta er at gleðast um, heldur Jónleif Johannesen, men hann vísír á, at tað liggur best fyri hjá lærarunum í miðstaðarøkinum at lesa henda lestur. Tí skal ein lærari, ið hevur langan veg til Havnar, taka hesi skeið, krevur tað nógv av viðkomandi. Jónleif Johannesen heldur tí, at lærarar áttu at fingið niðurskurð í tímatalvuni, ið samsvarar við ta tíð lesturin og ferðin krevja. Ein annar møguleiki er at skipa stóran part av undirvísingini um netið, sigur Jónleif Johannesen. Hann vísir eisini á, at førleikamenningin átti at verið skipað betur. Skúlar áttu at raðfest førleikamenning innan tey øki, sum kanningar vísa, at tørvur er á førleikamenning. Skúlar skuldu fingið boðið førleikamenning til starvsfólkið innan tey øki, skúlin vil raðfesta, sigur Jónleif Johannesen, næstformaður í Føroya lærarafelag, við Skúlablaðið . Meginfelag teirra breðkaðu og visittorshavn, eru farin í samstarv um, hvussu atkomumøguleikarnir eru hjá rørslutarnaðum í høvuðsstaðnum. Tey hava biðið Heina Festirstein, sum situr í koyristóli, um at meta um ymisku bygningarnar í Havn. Heini Festirstein, rørslutarnaður og Tóra við Keldu, forkvinna í Mbf, greiða frá Gamli djóralæknin, Carl Johan Beck, fekk í 1949 Niclas í Koltri at smíða sær ein bát, so hann kundi ferðast kring oyggjarnar í Føroyum í læknaørindum. Tusk hevur verið manga áhugaverda ferð, bæði innanlands og uttanlands, og ikki munnu tað verða nógv, av eldra ættarliðnum, sum ikki hava hoyrt um bátin Tusk. Nú er báturin umvældur, og stendur í Keypmannahavn, og tað er frítíðarfelagið Tvørabáturin, sum rekur bátin. Morgunsendingin tosar við Palla Jacobsen, formann í frítíðarfelagnum. Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, í svari til Kristinu Háfoss, løgtingskvinnu, sum spurdi um vantandi eftirlit við Eik Grunninum. Eitt uppskot hjá landsstýrinum um at seta trý tingfólk at kanna Eik Grunnin og Skráseting Føroya, sum hevði eftirlitið við Eik Grunninum frá 2008, er í Vinnunevndini hjá løgtinginum. Høvuðsmálið er at fáa til vegar neyðugar upplýsingar, so forðast kann fyri, at vit endurtaka óhepnar mannagongdir og avleiðingar, sum hava verið av hesum málinum, sigur løgmaður. Sambært uppskotinum hjá landsstýrinum verða agamáls og revsirættarviðurskifti hjá einstaklingum ikki kannað. So long tíð er nú fráliðin, at ikki er gjørligt í stóran mun at kanna við teirri rættartrygd, sum slikar kanningar krevja, sigur løgmaður í svari sínum. Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at sum málið nú er upplýst, er tað eftir hansara tykki einki sum bendir á, at landsstýrið í hesum máli ikki hevur røkt sínar skyldur. Um vikuskiftið var árliga Fitness Føroyar kappingin hildin í Noðurlandahúsinum. Húsið var nærum fult av áskoðarum, sum gjørdu sítt til at eggja luttakarunum til at gera sítt allar besta. David Arge Galan, sum vann hjá monnum sigur at túrurin í Buger King má útsetast í ein mánaða, tí nú skal kappingin í Danmark standa sína roynd. Eftir nakrar dagar við góðum mati, fer hon aftur til harða venjing og kostætlan. Tí hon fer eisini at royna seg í kappingini 14 juni í Danmark. Og so eru vit komin brúkaratáttin vælkomin Rannvá Ragnarsdóttir Hey Brúkaraumboðið Sá herfyri, at ein fyritøka lýsti við kapping á heimasíðuni har man kundi vinna ymiskt sum fyritøkan sjálv framleiðir. Men fyri at vera við í kappingingi skuldi man keypa frá hesi fyritøkuni. Mín spurningur er um man kann tað Hannibal og horvni hundurin er ein søga um ein hund, sum ikki er ein rættiligur hundur, ein ísmann, sum ikki er ein rættiligur ísmaður og um eina mammu, pápa og drong, sum gerast rættiligir detektivar. Kim Fupz Aakeson skrivaði. Borghild Sjúrðarberg týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Nám góvu út í 2008. Elin á Rógvi lesur og Leivur Thomsen ger ljóðmyndina. Søgan er í sjey pørtum. Sum tað sær út við teimum fortreytum, vit hava í dag, fer tað at verða møguligt. Tað sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands. Visit Faroe Islands hevur sett út í kortið, at í 2024 skulu 450 fólk afturat starvast í ferðavinnuni, umframt tey umleið 450 fólkini, sum í dag starvast ferðavinnuni. Ferðaráðið hevur eisini sum mál, at 200.000 gistingar skulu verða í 2014. Í fjør hevði Visit Faroe Islands, ið varð endurstovnað sum Samvit eftir at Ferðaráð Føroya varð niðurlagt og seinni broytt til Visit Faroe Islands, 14 milliónir krónur at arbeiða við. Í komandi ári, 2015, skulu 140.000 gistingar vera innan ferðavinnuna í Føroyum, 200 fólk skulu starvast í ferðavinnuni og umsetningurin skal uppí 600 milliónir krónur Tað kemur millum annað fram í ársfrágreiðingini fyri 2013, ið Visit Faroe Islands júst hevur kunngjørt, ið umrøður árið í fjør innan ferðavinnuøkið í Føroyum. Vit vita, at tendensurin er positivur og tað gongur tann rætta vegin og tað er tað týdningarmiklasta, sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands. Statoil fer fyrst at bora brunnin Brugdan 2, og tá tann brunnurin er liðugur, verður farið undir brunnin, sum eitur Súlan Stelkur. Men Statoil vil onki siga um úrslitini av boringunum, fyrr enn báðir brunnar eru boraðir, sigur Rúni Hansen, stjóri fyri Statoil Føroyar. Rúni Hansen sigur, at tað fer at taka umleið eitt hálvt ár at bora brunnarnar, og ikki fyrr enn tá, kann Statoil siga nakað um úrslitini av boringunum. Byrjað varð at bora Brugduna 2 í 2012, men boringin varð steðgað tá, tí hon var ikki liðug, tá veturin kom. Statoil fekk loyvi frá Jarðfeingi at bora Brugduna 2, 9 mai í ár, og boripallurin West Hercules kom á positiónina 10. mai. Brugdan 2 liggur einar 70 fjórðingar úr landi, og brunnurin Súlan stelkur liggur tætt við Hetlandska markið. Statoil er fyristøðufelag at bora brunnin Brugdan 2, og hinir loyvishavararnir eru Exxon Mobil, OMV og Atlantic Petroleum. Statoil er eisini fyristøðufelag at bora brunnin Súlan Stelkur, og Dong og OMV, sum er eysturríkst oljufelag, eiga eisini í loyvinum. Høvuðsákæran ímóti Ratko Mladic er hópdrápið á 7.000 menn og dreingir í Srebrenica. Ratko Mladic stóð á odda fyri bosniskt serbiska herliðnum, ið fór inn í hetta ST varda øki í juli mánað í 1995. Illgerðin verður mett sum tann ringasta í Evropa eftir seinna heimsbardaga. Ratko Mladic og herlið hansara eru eisini ákærd fyri at áhaldandi at hava skotið inn í Sarajevo fyri at drepa sivilfólk og spjaða ræðslu millum borgararnar í býnum. Verjarnir hjá Ratko Mladic við dómstólin leggja dent á, at hann einans var ein hermaður, ið fylgdi boðum um at verja fólk sítt. Verjarnir fara eisini at vísa aftur ákærum um at endamálið hjá herovastanum var at útrudda ikki serbar í pørtum av Bosnia og leggja partarnar aftrat einum Stór Serbia. Eftir kríggið í Bosnia eydnaðist tað Ratko Mladic at krógva seg í sekstan ár, men í 2011 varð hann tikin í Norður Serbia. Ratko Mladic er vorðin 72 ára gamal. Verjarnir hjá fyrrverandi leiðaranum fyri serbiska herin í Bosnia fara at føra fram í rættinum, at fyrrverandi herovastin er farin at gloyma og hevur ilt við at skilja millum veruligt og óveruligt. Ein annar frá sama kríggi er fyrrverandi bosnia serbiski leiðarin Radovan Karadzic, ið eins og Ratko Mladic er ákærdur fyri krígsbrotsverk og brotsgerðir ímóti mannaættini. Nú verður partafelagið, ið skal gera, eiga og reka størstu tunnilsætlanina í Føroyum stovnað. Formaður í nýggja felagnum verður Bergur Poulsen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelagi. Hini, í nevndini fyri nýggja tunnilsfelagið, eru Evy Jacobsen, næstformaður, nevndarlimirnir eru Ewald Kjølbro, Petur Alberg Lamhauge, Marita Hentze, Christian Danielsen og Gunnvá á Lofti. Felagið fer í næstum at søkja eftir stjóra at leiða virksemi felagsins. Nevndin roknar við, at stjóri er settur innan 3 mánaðir. Fíggjarmálaráðharrin hevur góðkent at nevndarsamsýningin verður 4.000 krónur um mánaðin til vanligan nevndarlim Næstformaðurin fær hálva aðru ferðir hesa upphædd og formaðurin tvær ferðir upphæddina. Aðalfundurin hevur valt Numo til grannskoðara. Grannskoðanin av nýggja partafelagnum varð boðin út á keypsportal.fo. Inn komu trý tilboð, og lægsta tilboðið átti Numo Grannskoðanarvirki. Landið setur tilsamans 400 milliónir krónur í felagið, hetta til 2024. Tær fyrstu 15 milliónirnar setur landið í felagið longu í ár og tær seinastu hálvthundrað milliónirnar um tíggju ár. Landsroyndirnar vórðu ikki avlýstar, hóast ikki bar til at brúka teldurnar í fyrra umfari. Tær verða í staðin fyri gjørdar við penni og pappíri nú í vikuni, 20., 21. og 22. mai. Hetta ger, at uppgávurnar skulu prentast, berast út og rættast. Væntandi fer tað at kosta okkurt um 350.000 krónur, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í skúlamálum, í svari til Gunnvør Balle, løgtingskvinnu. Talgildu royndirnar miseydnaðust, tí sambært frágreiðing frá veitara byrjaði ein dagføring av ambætaranum, sum hýsti forritinum hjá Mentamálaráðnum, samstundis sum landsroyndirnar byrjaðu. Hetta gjørdi, at skipanin varð overvað, helt uppat at virka, og sambandið við telduskipanina hvarv. Tí vórðu royndirnar avlýstar. Bjørn Kalsø sigur, at ætlanin er framvegis, at landsroyndirnar skulu vera talgildar næsta ár. Tá verður skipanin royndarkoyrd í fleiri umførum á brúkarastøði fyri at tryggja, at skipanin riggar, tá landsroyndirnar verða hildnar, sigur landsstýrismaðurin. Í fyrra brævi til Korintmanna stendur at lesa kærleikans kapittul og tað eru føgur orð. Men hvat er kærleiki Vit tosa um kynsligan kærleika og tráan, vinalag og passión. Men hvat er Eros og Agape og platónskur kærleiki. Sagt verður, at Guð er kærleiki og vit elska, tí Hann elskaði okkum fyrst. Theodor Eli Dam Olsen, prestur, greinar hugtøkini aftur til teir gomlu grikkarnar fram til nýggja testamentið og gjøgnum evropeiska søgu. Jóhannis Joensen, sonur skaldið Pól F, sigur erliga frá um pápa sín, og hann greiðir okkum eisini frá ymiskum viðurskiftum í heimbygdini. Og saman við honum, soninum Pól F og einum abbasoni, eru vit í tí sera vakra Hvannhaga og sleppa tveimum seyðum í fitilendið. Úti á Bø er tann minsti býlingurin av teimum trimum. Her er elsti kirkjugarðurin í sóknini, beint niðanfyri sethúsini. Mey tey hava ongantíð upplivað nakað løgið, heldur Thormann Vang, sum er søgufróður. Sonurin Mortan Vang hevur tikið gomlu húsini hjá ommuni og abbanum niður og ger nýggj hús. Saman við foreldrunum, leggur Mortran stóran dent á at varðveita alt tað gamla á staðnum. Hansine Brandt og Bjarki Sverrason búgva í fjørðuni í Lopra og báturin liggur bara nakrar fáar metrar frá húsunum. Tey keyptu eitt gamalt neyst í býlinginum undir Skorðum og hava fingið snotilig sethús burtur úr. Hóast hvørki av teimum hevði tilknýti til bygdina, trívast tey avbera væl her. Marit Poulsdóttir, sum býr í Froðba og er limur í Tvøroyrar Býráði, harmast um, at nógv eldri hús í gamla býlinginum á Hamri í Froðba standa tóm og myrk meginpartin av tíðini, tí fólk aðra staðni eiga tey. Hon heldur, at bústaðarskylda eigur at verða umhugsað, og tað fer hon at taka upp í býráðnum. Húsini hjá Dennis Lave og Anniku Næs Johannesen undir Skorðum eru serlig. Grivið varð út fyri teimum í 1990 og stoypt varð í 1992. Tey fluttu inn í 2006 og tá vóru húsini hálvliðug. Tey eru framvegis ikki liðug og Dennis sigur, at hetta er eitt lívsprosjekt og verður ongantíð liðugt. Skyldmaðurin hjá Dennis, Páll Lave, hevur teknað og lagað húsini til so hvørt tey eru bygd. Annika og Dennis hava av álvara lagt sín dám í húsini, og Dennis hevur sjálvur gjørt alt handverkaraarbeiðið. Gamla tarvafjósið á Hamri í Froðba verður um stutta tíð eitt savn um skaldið Pól F. Tað er Lions Club Suðuroy, sum stendur fyri hesi ætlan, og Leivur Nygaard frá Lions sigur, at savnið skjótt verður liðugt. Árligi Árhusianski tónleikafestivalurin Spot, er ein hin týdningarmiklasti festivalurin fyri tey, ið starvast innan tónleikavinnuna á okkara leiðum. Í sendingini verður prátað við Jan Sneum frá DR, Janus Ramussen og Guðrið Hansdóttir úr duoini Byrta, Dánjal Á Neystabø, Fróða Stenberg frá Factory 92, og við Edward Nyholm Debess. Eyðfinn Jensen vitjar Hans Edward í íbúðini á Oyrasunds kollegiinum í Keypmannahavn, har hann búleikast saman við damuni og børnum teirra. Í sendingini greiðir Hans Edward frá síni tónleikaligu og persónligu bakgrund og frá sínum framtíðarætlanum, sum millum annað fevna um solo útgávur og lesna á Árhus Musikkonservatorium eftir summarfrítíðina. Hans Petur starvast sum leiðari av Føroyahúsinum, og so er hann ein av fyriskiparunum av nýggja Frigg festivalinum í Keypmannahavn. Harumframt greiðir Hans Petur eisini frá síni tónleikaligu bakgrund í sendingini, ið varð send beinleiðis úr Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Kári Jacobsen ummælir Frigg festivalin, ið verð hildin fyri fyrstu ferð í Kongens Have í Keypmannahavn um vikuskiftið 9. og 10. maj. Rannvá Vesturklett hevur í nógv ár sungið við ymiskum bólkum, og framført til dansitiltøk kring alt landið. Nú er fyrsta solofløgan ávegis. Í Brunsj greiðir Rannvá millum annað frá síni tónleikaligu yrkisleið, ið byrjaði longu, tá hon var smágenta. Eisini verða sangir av komandi fløguni spældir í sendingini, ið kann hoyrast her. Eina ferð leitaðu Tróndur Patursson og Tim Severin eftir tí hvíta hvalinum Moby Dick í Indonesia. Teir sóu hann ikki, men vóru á hvalaveiðu við heimafólkinum. Tað var annar leikur enn føroyska grindadrápið. Listamaðurin má vera djarvur, tíðarleysur og trúgva upp á seg sjálvan. Kanst tú leggja nakað aftrat øllunm tí góða, sum er gjørt, sum er persónligt og ikki er gjørt fyrr, so hevur tú nátt endamálinum, sigur Tróndur um setningin hjá listamanninum. Jákup Reinert Hansen gjørdist cand. theol. frá universitetinum í Aarhus í 1982 og hevur líka síðani starvast sum sóknarprestur í Sandoyar prestagjaldi. Í 2004 gjørdist hann ph.d. frá Aarhus við ritgerðini Mellem kor og skib. Jacob Dahls færøske postiller. Í gransking síni hevur hann serliga havt áhuga fyri, hvussu tann kristna trúgvin í ávísari tíð, mentan og samfelagsligari støðu gevur seg til kennar í so ymiskum tekstasløgum sum sálmum, prædikum og kirkjuligari lóggávu. Jákup hevur regluliga skrivað greinir í útlendskum tíðarritum og bókum og verið partur av fleiri norðurlendskum granskingarverkætlanum. Hann hevur verið gudfrøðiligur ráðgevi hjá Mentamálaráðnum síðani yvirtøkuna av fólkakirkjuni í 2007. Endamálið við starvinum er at menna gransking í kirkjusøgu, kirkjurætti og trúarmentan. Starvið er harumframt eitt undirvísingarstarv. Lektarin í kirkjusøgu skal skipa fyri lærdum námi í kirkjusøgu, skipan, siðum og embætisførslu, sum galda í fólkakirkjuni í Føroyum. Reglurnar um embæti og størv í fólkakirkjuni áseta, at sóknarprestar hava slíkt nám ella lúka tað í seinast lagi tvey ár eftir at teir eru komnir í starv. Jákup Reinert Hansen byrjar í starvinum tann 1. september og fær skrivstovu á Søgu og samfelagsdeildini í Jónas Broncks gøtu. Tað er fyribils niðurstøðan hjá Arbeiðseftirlitinum, sum hevur kannað arbeiðsóhappið í Havn tann 28. mars í ár. Ein 31 ára gamal timburmaður fekk stóran skaða, tá hann datt gjøgnum tekjuna á bygninginum hjá Noma Tek. Timburmaðurin var í ferð við at leggja ein dúk undir pláturnar við eitt ljósop í takinum. Hann er áhaldsin, stígur á dúkin, sum ikki ber vektina. Maðurin dettur gjøgnum opið. Fallið er átta og ein hálvan metur. Arbeiðseftirlitið var á arbeiðsplássinum eitt korter eftir, at tað fekk fráboðanina frá løgregluni. Tá staðfesti Arbeiðseftirlitið, at eingin fallverja var við opið í takinum. Heldur ikki var onnur verja brúkt, so sum trygdarselar ella pallur ella nót undir opinum. Fyribils niðurstøðan hjá Arbeiðseftirlitinum er, at talan var um óhapp, sum kann henda. Men vantandi fallverja, girðing, við opið var beinleiðis orsøk til, at óhappið gjørdist so ógvisligt. Var nøktandi útgerðin tøk og brúkt, hevði óhappið ikki havt nevniverdan skaða við sær, sigur Arbeiðseftirlitið. Trygdarselar vóru tøkir á takinum og aðra staðni á arbeiðsplássinum. Umstøður vóru á takinum at festa trygdarselarnar, stendur í frágreiðingini hjá Arbeiðseftirlitinum, sum Útvarpið hevur fingið innlit í. Í brævi til arbeiðsgevaran hjá timburmanninum, Smápartafelagið Búsetur, sigur Arbeiðseftirlitið, at tað fer at biða fútan geva Búsetri sektaruppskot fyri at bróta kunngerðina um arbeiðsumhvørvi. Búsetur hevur sum arbeiðsgevari ikki røkt sínar skyldur. Í hoyringarskrivi sigur leiðslan í Búsetri, at hon er ikki samd við Arbeiðseftirlitið, tá tað sigur, at Búsetur ikki hevur hildið arbeiðsumhvørvislóggávuna til fulnar, tá óhappið hendi. Búsetur grundgevur fyri tí í hoyringarskrivinum. Búsetur heitir umvegis advokat á Arbeiðseftirlitið um at umhugsa niðurstøðuna av nýggjum. Arbeiðseftirlitið hevur ikki tikið endaliga avgerð um málið enn, sigur Leivur Persson, deildarleiðari. Luktur í smakkinum soleiðis eitur kabarettin sum Klaksvíkar Sjónleikarfelag venur í løtuni. Fyrstaframførslan verður fríggjakvøldið 30. mai og so verður hon sjálvandi spæld á Norðoyastevnu. Vit hava nú ein av fyriskiparunum í telefonini Rudolf Joensen, góðan morgun Strongd er ikki ein sjúka og heldur ikki ein diagnosa, men snýr seg um, hvussu vit fyrihalda okkum til lívið og til tær avbjóðingar sum lívið gevur okkum. Tað sigur kendi danski læknin og sálarfrøðingurin Bobby Zachariae, sum hevur granskað hetta evnið í fleiri ár. Vit høvdu eina samrøðu við hann í morgun Nú skulu føroyskir prestar á skúlabonk, áðrenn teir verða settir í starv í fólkakirkjuni í Føroyum. Reglurnar áseta, at prestarnir skulu hava lokið nám í seinasta lagi tvey ár aftaná teir eru komnir í starv. Hetta er at bróta upp úr nýggjum, tí higartil hevur hetta ikki verið nakað krav. Prestarnir skulu hava frálæru í kirkjusøgu, skipan, siðum og embætisførslu, sum galda í føroysku fólkakirkjuni. Jákup Reinert Hansen, prestur, er settur í starv, sum lektari í kirkjusøgu á Fróðskaparsetrinum og hann skal leggja hesa nýggju skipan til rættis. Vit eru sera væl nøgd við úrslitið fyri fyrsta ársfjórðing 2014. Lívfrøðiliga gongdin er góð, og høgi laksaprísurin setti sín dám á úrslitið, sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti. Útlitini fyri árið eru hampiliga góð, laksamarknaðurin er sterkur og sáttmálarnir hjá okkum fyri 2014 eru á einum munandi hægri stigi enn í 2013. Vit meta tó, at prísurin á laksi verður lægri í summar og í heyst, sigur stjórin. Útboðið av laksi veksur tíggju prosent í ár, og tað ávirkar prísin. Alideildin fekk 20 krónur og níggju oyru fyri kilo av laksi í fyrsta ársfjórðingi. Hetta er besta úrslit, felagið hevur havt. Bakkafrost tók 9.269 tons av kruvdum laksi í fyrsta ársfjórðingi og sjósetti tríggjar milliónir smolt. Bakkafrost væntar at taka 45.000 til 48.000 tons av kruvdum laksi í ár. Felagið hevur gjørt sølusáttmálar, sum svara til 75 80 prosent av framleiðsluorkuni hjá virkjunum á Glyvrum og í Fuglafirði, sum gera lidnar vørur. Bakkafrost leggur afturat, at løgtingið samtykti 8. mai ein eyka skatt á alivinnuna, sum kom í gildi 1. januar í ár. Tí skal Bakkafrost gjalda fimm milliónir krónur meira í skatti fyri fyrsta ársfjórðingin. Hannibal og horvni hundurin er ein søga um ein hund, sum ikki er ein rættiligur hundur, ein ísmann, sum ikki er ein rættiligur ísmaður og um eina mammu, pápa og drong, sum gerast rættiligir detektivar. Kim Fupz Aakeson skrivaði. Borghild Sjúrðarberg týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Nám góvu út í 2008. Elin á Rógvi lesur og Leivur Thomsen ger ljóðmyndina. Søgan er í sjey pørtum. Í kvøld verður fyrsta venjingin fyri áttamannafarið Sedna, sum greipafelagið eigur. Anna Louisa Joensen, sum er roynd á sjónum og sum fæst við bátin til dagligt er stigtakari. Nú eru tær so fleiri kvinnur, sum fara at rógva í frítíðini. Hetta er ikki ein kappróðrar bátur, men stuttligt hevði verið at roynt hann sum eitt kappróðrarbát. Tað er vanliga ein óvissa í veljarakanningum, og hon kann vera heilt upp í seks prosentstig, tá umleið 600 fólk eru spurd, sigur Petur Zachariassen, lektari í hagfrøði á Fróðskaparsetrinum. Hann eftirlýsir, at hendan óvissa kemur betur fram, tá úrslit av veljarakanningum verða løgd fram. Dagstovnarnir í Tórshavnar kommunu fara at leingja um upp og afturlatingartíðirnar eftir summarfrítíðina. Orðaskifti millum forkvinnuna í Pedagogfelagnum og leiðaran á barna og ungdómsdeildini í Tórshavnar kommunu. Mær dámar væl, at Jákup Reinert Hansen fer á Setrið. Tað er gagnligt og fakliga mennandi fyri kirkjuna, tí Jákup er serkønur á økinum og sera væl fyri fakliga. Tað sigur Jógvan Fríðriksson, biskupur, nú tað er almannakunngjørt, at Jákup Reinert Hansen fekk starvið sum lektari í kirkjusøgu á Fróðskaparsetrinum. Nýggja starvið er eitt ynski frá kirkjuni og kirkjan eigur 49 av starvinum, tí fer Jákup Reinert Hansen enn at hava tænastur í kirkjuni. Hann kemur at hava nakrar guðstænastur av og á, so vit varðveita hann í kirkjuni, og kirkjan eigur 49 í starvinum. Starvið er eitt ynski hjá kirkjuni. Eg veit ikki við vissu, men eg vænti ongar trupuleikar við at manna embætini, sigur Jógvan Fríðriksson, biskupur, við kvf.fo Jákup Reinert Hansen verður loystur úr starvi í Sandoyar kirkjusókn, tá ið hann tekur við á Setrinum 1. september. Nýggjur prestur verður settur í starv 1. desember 2014. Granskarar hava vevnaðarflutt eitt íleguskoytt grísahjarta í eina apu. Apan, ein bavianur, livdi í næstan tvey ár við grísahjartanum. Næsta stigið verður at vevnaðarflyta eitt grísahjarta í eitt menniskja. Verður tað gjørligt at flyta gøgn frá djórum til sjúk menniskju, so verður tað ein kollvelting innan vevnaðarflutning og mong dýrabar menniskjalív verða bjargað, sigur Muhammad Mohiuddin. Hann er granskingarleiðari fyri toymið, ið hevur ment háttin at íleguskoyta djóragøgn, soleiðis at tað til ber at flyta gøgnini millum djórasløg. Apan hevði fingið heilivág, ið fekk immunverjuna at viknað so mikið, at apukroppurin ikki stoytti grísahjartað frá sær. Hetta verður eisini gjørt, tá ið gøgn skulu flytast millum menniskju, men stóra avbjóðingin hevur verið, at hóast immunverjun er viknað, hevur ikki borið til at flutt gøgn millum djórasløg, tí kroppurin vil ikki taka ímóti gøgnum frá øðrum djórum. Næsta stig verður at vevnaðarflyta gøgn frá grísum yvir í menniskja. Grísar eru vælegnaðir til hetta, tí anatomiin í grísagøgnunum líkist menniskjagøgnunum. Mett verður, at xenovevnaðarflutningur, ið tað verður rópt, tá ið gøgn verða tikin úr djórum og sett í menniskja, verður púra vanligur einaferð í framtíðini. Og nýggi hátturin at íleguskoyta djóragøgnini við menniskjaílegun, fer at gera tað gjørligt, einaferð í framtíðini, at seta eitt grísahjarta í ein menniskjakropp. Nú hava vit vunnið á størstu avbjóðingini, har vit kunnu stýra immunverjuni, so at kroppurin ikki havnar djóragøgnunum, sigur læknin og granskingarleiðarin Muhammad Mohiuddin. Leiðreglur um marknaðarføring av prísi vórðu settar í gildi í fjør summar. Nú er neyðugt at kanna, um hesar reglur verða hildnar, sigur Brúkaraumboðið í tíðindaskrivi . Endamálið við leiðreglunum er at tryggja brúkaran móti villleiðandi marknaðarføring. Tað skal bera til skjótt og ómakaleyst at meta um ymisk tilboð og gera sær eina niðurstøðu um prísin. Tey, sum ikki halda reglurnar, eiga ikki at fáa nakran kappingarfyrimun av tí. Brúkaraumboðið hevur givið teimum, sum ikki hava marknaðarføringina í lagi, freist til 1. juli at fáa marknaðarføringina í rættlag. Hetta verður gjørt til tess at bøta heilsutænasturnar hjá borgarum í Runavíkar , Nes og Sjóvar kommunum. Borgarar í Oyndarfirði, Funningi og Funningsfirði, sum nú hoyra til Eiðis læknadømi og Fuglafjarðar læknadømi, fara eisini at hoyra til Skálafjarðar læknadømi. Tríggir kommunulæknar fara at starvast í Skálafjarðar læknadømi. Ein teirra er í føstum starvi. Í fyrstu atløgu verða viðtalur framvegis á Skála og á Strondum, men tá hølini í Heilsumiðstøðini í Runavík eru umvæld, verður viðtalan á Strondum opin tveir dagar um vikuna, til koyrandi er undir Skálafjørðin. Sum frálíður er ætlanin, at kanningar og viðgerðar, sum kunnu verða aðrastaðni enn á sjúkrahúsunum, verða á heilsudeplum. Dentur verður lagdur á at veita og menna heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi tilboð, kanningar og ráðgeving. At røkja hesar uppgávur fara eitt nú kommunulæknar, sjúkrarøktarfrøðingar, heilsufrøðingar, kostfrøðingar, ergoterapeutar, fysioterapeutar og ljósmøður at starvast á heilsudeplunum. Mikukvøldið 14. mai hátíðarhelt H. N. Jacobsen Bókhandil at 100 ár eru liðin síðani fyrsta føroyska yrkingasavnið Yrkingar, eftir Janus Djurhuus, kom út. Í reportaguni hoyra vit Maluna Marnersdóttir bjóða vælkomin, Vár Berghamar Jacobsen og Annfinnur Heinesen lesa tvær yrkingar, eins og vit tosa við fyrilestrarhaldaran Hanus Kamban. Eisini hitta vit Hanus Samró, sum í fjør lat úr hondum aðru skaldsøgu sína. Vit umrøða eitt nú høvuðspersónin, í hvønn mun talan er um eina politiska skaldsøgu, bersøgna málburðin, eins og Hanus eisini lesur brot úr skaldsøguni. Eisini vitja vit Listasavn Føroya, nú savnið hevur ognað sær tríggjar málningar eftir nólsoyingin Steffan Danielsen. Tjóðveldi leggur ikki upp fyri sínum veljarum, sigur borgarstjórin á Eiði, Jógvan í Skorini. Hann heldur, at Tjóðveldi ríður á tveimum hestum, nú flokkurin sigur seg taka undir við, at samkynd giftast borgarliga, samstundis sum løgtingslimir sjálvir kunnu gera av, um teir atkvøða fyri ella ímóti. Tjóðveldi ríður á tveimum hestum, sigur Torbjørn Jacobsen. Orsøkin er, at flokkurin nú sigur seg taka undir við, at samkynd kunnu giftast borgarliga og kortini ikki. Ein 69 ára gamal maður er ákærdur fyri dráp, í øðrum lagi fyri vold við deyðanum sum fylgju, fyri ólógliga at hava komið sær inn í íbúðina hjá manninum. Tosað varð um revsing frá nøkrum fáum árum, upp í lívlanga fongsulsrevsing. Verjin gjørdi alt fyri eitt greitt, at ákærdi maðurin noktar seg sekan í øllum ákærum. Keypið av íbúðini gjørdist ongantíð veruleiki, og hann fekk heldur onga leigu. 20. november í fjør, segði tann ákærdi seg hava gjørt av, at maðurin skuldi úr íbúðini, tí hann skyldaði leigu fyri fleiri mánaðir. Tá hann bankaði á dyrnar, varð ikki latið upp. Tí setti hann ein stiga upp á svalan, fyri at vita um hurðin úr køkinum út á svalan var opin. Orð ókst av orði eina løtu, og teir fluttu seg til vaskið, har eigarin ætlaði at fáa sær ein vatnsopa, kom fram í Føroya rætti í dag. Tá sá hann, at maðurin hevði tikið ein langan knív úr skuffuni, og hann hótti við knívinum, samstundis sum hann bað eigaran fara á dyr. Ákærdi segði seg kenna seg hóttan, og hekk um armin á manninum, og slapp afturum hann. Teir tókust eitt bil, og duttu síðani niður á gólvið, tann deyð undir og ákærdi omaná. Hann reisti seg aftur, meðan tann deyði lá eitt bil, áðrenn hann fór at draga seg eftir gólvinum. Tástaðni sá hann blóð á gólvinum. Ákærdi maðurin fór niðurundir í sína íbúð. Har var hann eina løtu, og fór síðani uppá aftur at hyggja. Tá lá hin maðurin stillur á gólvinum. Maðurin, ið er ákærdur, ringdi síðan til fólk, og segði frá, at støðan helst var álvarslig. Tvey fólk komu á staðið, og tá hann og ein ungur maður aftur fóru í íbúðina, merktu teir einki lív í tí deyða. Tá bað ákærdi yngra manninin ringja til løgregluna. Hendingin fór fram millum kl. 21 og 23 í Marknalíð, kom fram í rættinum í dag. Ákærdi maðurin var tikin og skuldsettur, og hevur sitið varðhaldsfongslaður síðani. Nevningatingið heldur fram í mikudagin, og tá skulu átta vitni avhoyrast. Benjamin Petersen og Petur Pólson eru ávegis við nýggjari splitt LP plátu, har teir hava hvør sína síðu við fimm sangum umframt ein sang í felag. Serliga í ár síggja vit, at nógvir fólkaskúlalærarar rýma 60 ára ella stívliga 60 ára gamlir, sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum við Skúlablaðið. Tænastumannasettir lærarar hava enn møguleikan at fara frá við eftirløn, tá teir fylla 60 ár. Seinastu fáu árini hava nógvir lærarar, sum eru um 60 ára aldur, takkað fyri seg í fólkaskúlanum. Orsøkin er, at hesir lærararnir ikki hava orku ella hug til at seta seg inn í alt tað nógva nýggja, sum er komið inn í skúlan seinnu árini. Fyri fáum árum síðan sóu vit, at lærarar vóru um pensjónsaldur, 67 ár, tá teir valdu at gevast. Nú er gongdin broytt, og lærarar vilja frá nakað væl, áðrenn teir koma til pensjónsaldurin. Serliga í ár síggja vit, at nógvir lærarar rýma úr fólkaskúlanum, tá teir fylla 60 ella nøkur og 60 ár, sigur Herálvur Jacobsen við Skúlablaðið. Men trupulleikin er, at ymiskt nýtt verður sett í verk, uttan at orka og tíð verða sett av at fáa hetta at virka. Tað verður bara smoygt yvir høvdið á lærarunum. Nógvir ungir lærarar halda eisini, at pappírsarbeiðið er blivið alt ov stórur partur av lærarastarvinum. Og skúlaleiðslurnar eru so upphongdar av undirvísing og praktiskum uppgávum, at tær hava ikki orkuna og tíðina at fáa nýggju tiltøkini at virka, sigur Herálvur Jacobsen við Skúlablaðið. Tí er tað uppgávan hjá Mentamálaráðnum at síggja til at læra lærararnar at brúka alt tað nýggja, men tað ger Mentamálaráðið bara í sera lítlan mun. Førleikamenning á staðnum átti at verið ein partur av ársverkinum hjá lærarum, sum leiðslan stendur fyri ella fekk tey røttu fólkini at standa fyri, sigur formaðurin í Lærarafelagnum. Tað kunnger felagið í morgun. Í fjør hevði felagið 6,1 millión í vinningi eftir skatt. Úrtøkan hjá felagnum var 316 tons av olju í miðal um dagin í fyrsta ársfjórðingi. Miðalprísurin fyri tunnuna var 108,3 dollarar, sum eru 590 krónur. Felagið seldi olju fyri 112,7 milliónir krónur í fyrsta ársfjórðingi. Morgunsendingin hittir Louise Andreasen og Ragnheiður Bogadóttir, sum teljast millum fyriskipararnar av tiltakinum. March Against Monsanto vísir á árin, ið framleiðsla av ílegubroyttum organismum hevur á heilsu, umhvørvi og samfelag bæði í Føroyum og aðrastaðni. Í døgunum 19. 22. mai hevur Tórshavnar Musikkskúli vitjan av Orkesterefterskolen i Holsterbro. Í dag, 21. mai, framføra orkestrini hvør sær og saman ein klassiskan konsert, sum verður í Norðurlandahúsinum klokkan 16 Ole Faurschou stjórnar konsertini. Sí skránna á nlh.fo Vinnunevndin hjá løgtinginum er liðug við uppskotið hjá Johan Dahl, landsstýrismanni, um at lata eina grein 19 nevnd við trimum løgtingslimum kanna viðurskiftini kring Eik grunnin og eftirlitið við grunninum árini 2002 2010. Alfred Olsen, formaður í Vinnunevndini, sigur, at álitið hjá nevndini verður undirskrivað klokkan tvey í morgin og lagt fram á tingfundinum í næstu viku. Alfred Olsen sigur, at nevndin fer at skjóta upp at broyta uppskotið, so kanningin av eftirlitinum hjá Skrásetingini við grunninum ikki bara skal fevna um tey níggju árini frá 2002 til 2010, men eisini um tíðina eftir 2010. Sambært uppskotinum til samtyktar skal grein 19 nevndin ikki kanna, um nevndarlimirnir í Eik grunninum hava gjørt nakað revsivert ella misbrotið seg á annan hátt. Heldur ikki skal nevndin kanna, um til ber at krevja endurgjald frá nevndarlimunum. Slík krøv høvdu kortini fallið fyri fyrningarfreistini. Millum annað spurningurin um fyrningarfreistina ger, at Vinnunevndin vil hava lutin hjá eftirlitinum kannaðan árini 2011 til 2014 eisini. Ikki er greitt, um tað verður ein samd Vinnunevnd, sum fer at skriva undir álitið hjá nevndini um grein 19 nevndina. Tjóðveldi hevur róð fram undir, at kanningin eisini skal umfata lutin hjá landsstýrismanninum í vinnumálum í málinum um Eik Grunnin og eftirlitið við grunninum. Hitt málið, sum er í Vinnunevndini, uppskotið um havrannsóknarskipið, er ikki liðugt viðgjørt. Tað er í løtuni ikki vist, at málið kemur úr aftur nevndini í hesari tingsetuni, sigur Alfred Olsen, formaður í Vinnunevndini. Í gjár vóru Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, og Beinta Dam, landsgrannskoðari, á fundinum hjá Vinnunevndini, sum hevði spurningar um leasing, langtíðarleigu. Uppskotið hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum er, at privat felag skal byggja havrannsóknarskipið, og síðani skal landið leiga skipið til havrannsóknir stóran part av árinum. Tey Føroysku rossini líkjast sera nógv Føroyingum. Tey eru lá, sterk og tøtt. Soleiðis tók Dorthea Joensen til í morgun, í samband við at Felagið Føroysk Ross er við í eini norðurlendskari verkætlan. Verkætlanin snýr seg um at dentur skal verða lagdur á upprunaross í ferðavinnuni. Felagið Føroysk Ross ynskir at vera ein partur av Føroysku ferðavinnuni, og Dorthea Joensen metur at hetta eisini er ein neyðug verkætlan fyri at varðveita tey fáu uppruna rossini í Føroyum. Eitt alment tiltak verður á Búnaðarstovuni í dag kl 18, har øll eru vælkomin. Fyrsti dysturin hjá føroysku leikarunum í IHF trophy kappingini í Andorra, verður ímóti Aserbadjan klokkan 17.00 í dag. Føroyska liðið hevði sína fyrstu venjing í morgun, og sum skilst eru allir leikararnir klárir. Próvtøkur fram um hondbólt Føroyar mugu tó klára seg uttan tríggjar leikarar í fyrsta dystinum, tí teir eru ikki komnir til Andorra enn. Julian Olsen,VÍF, Tóraldur Kollsker,H71, og Eirikur Simonsen, Viborg, ganga allir til próvtøku, og tí koma teir ikki fyrr enn í morgin. Sum skilst er hetta støðan hjá fleiri londum sum luttaka í kappingini. Kapping fyri smærri hondbóltstjóðir IHF Trophy, sum føroyska U 20 landsliðið luttekur í frá 21. til 25 mai, er kapping fyri smátjóðir í hondbóltshøpi. Innleiðandi umførini eru í ávikavist Evropa, Pan Amerika, Asia, Afrika og Osiania. Síðani er ein kapping, har vinnandi liðini í hvørjum heimsparti kappast. Føroyar eru í sama bólki sum Aserbadjan, Írland og Andorra. Tvey lið úr hvørjum bólki fara víðari til hálvfinalurnar. Í hinum bólkinum eru Moldova, Georgia, Stóra Bretland og Albania. Beinleiðis í útvarpinum Dysturin millum Føroyar og Aserbadjan byrjar klokkan 17.00, og hann verður beinleiðis í útvarpinum. Hon sigur børnini eru før at fara í skúla, tá rørslumenningin er aldursamsvarandi. Tað vil siga at tey hava stimbrað sínar sansir og rørslur soleiðis at tey duga at sita still og spæla. Har verður millum annað greit frá hvat er umráðandi hjá børnum at læra og hvussu vaksin kunnu hjá børnunum soleiðis at tey eru væl fyri í rørslum og sansum. Hon vísur á at fáa vit fleiri skúlaklár børn, sum uppfylla hesar treytir so burdu vit sæð tað aftur í PISA kanningini. Gurðun Horn vitjaði í útvarpstovuni í morgun, og gav foreldrum, námsfrøðingum og lærarum nøkur góð ráð. Hóast tey illani kunnu fara út saman, uttan at alt endar í klandri og ósemju, er hetta maðurin, hon elskar og vil verða saman við. Føroyska U20 landsliðið í hondbólti luttekur í hesum døgum IHF Trophy kapping í Andorra. Kappingin bleiv sett fyrr í dag og Føroyar spælir fyrsta dystin í IHF ímóti Aserbadjan kl. 17 , og vónirnar undan dystinum eru góðar. Strong lógarkrøv koma eisini, sum verja tey, ið boða frá, móti til dømis uppsøgn ella degraderingum. Hoyr samrøðuna, Brynhild Thomsen hevur við Arna Mikkelsen, regluvørð í BankNordik. Nú verður farið út í tey einstøku kommunuøkini fyri at snikka avtalurnar til og bøta tær, so tær verða klárar til evstamark um ein góðan mánað. Túrurin var góðar átta vikur. Hetta var fyrsti túrurin hjá Ennibergi eftir stóru umbyggingina, har millum annað høvuðsmotorurin og verksmiðjan vórðu skift. Sonny Johannesen, skipari á Ennibergi, sigur við heimasíðuna hjá Jóanesi Nielsen, at trupulleikar á nýggju verksmiðjuni gjørdu, at túrurin vardi einar 14 dagar longur enn neyðugt. Høvuðsmotorurin og annars tað, sum skipasmiðjan MEST stóð fyri at skifta, riggaði væl, sigur Sonny Johannesen. Við nýggju tøkniligu skipanini kann Enniberg nú eisini kann sigla við ljósmotorinum. Ferðin var 10 fjórðingar um tíman, og tað fer at hava við sær, at oljuútreiðslurnar verða færri, sigur Sonny Johannesen. Arbeitt verður alt samdøgrið at gera ábøtur á verksmiðjuna. 86 ára gamli Hosni Mubarak er eisini ákærdur fyri ikki at hava roynt at forða fyri, at fleiri enn 800 mótmælisfólk lótu lív í uppreistrinum, sum noyddi Mubarak at leggja frá sær í 2011. Hetta rættarmálið er ikki liðugt. Hosni Mubarak er sjúkur, og hann er fleiri ferðir komin á rættarfund á børu. Mubarak hevur verið í húsavarðhaldi á einum sjúkrahúsi í egyptiska høvuðsstaðnum Kairo síðani august í fjør, tá hann varð latin leysur úr fongslinum. Í Stranda skúla hava allir næmingar havt teldlar í eitt ár nú, og royndirnar eru góðar, heldur Andr Danielsen, lærari á miðdeildini í skúlanum á Strondum. Landsstýrismálanevndin hjá løgtinginum hevur í dag biðið Johan Dahl, landsstýrismann, Strandfaraskip landsins og Landsgrannskoðanina um frágreiðing og skjøl, nú nevndin fer at kanna Johan Dahl. Allir fýra andstøðuflokkarnir hava kært fyrisitingina hjá Johan Dahl í sambandi við fíggjarligu viðurskiftini á Strandfaraskipum Landsins í 2013. Floksformenninir, sum hava skrivað undir kæruna, vísa til frágreiðingina og viðmerkingarnar hjá løgtingsgrannskoðarunum, sum løgtingið fekk 1. mai. Í teimum eru nógvar óvanliga hvassar atfinningar at Vinnumálaráðnum og landsstýrismanninum. Andstøðan vil hava Landsstýrismálanevndina at gera niðurstøður um, hvørt Johan Dahl hevur fyrisitið á lógligan hátt, hildið stýrisskipanarlógina, lógina um landsins játtanarskipan og lógina um ábyrgd landsstýrisins. Harafturat um Johan Dahl annars hevur røkt tær skyldur, sum áliggja honum sambært lógum og reglum í fyrisitingini av hesum málinum, sum er fíggjarliga støðan hjá Strandferðsluni í 2013. Landsstýrismálanevndin hevur biðið um at fáa frágreiðingar og skjøl innan 14 dagar. Nevndin vil eisini hava at vita, um skjølini, hon fær, eru send nevndini í trúnaði. Hitabroytingar í føroyskum sjógvi Lýsing av fyrilestri Í 25 ár hevur Havstovan mátað hitan í føroyskum sjógvi. Ymsar broytingar eru hendar hesi árini, og til dømis vaks hitin eitt stig frá miðskeiðis í 1990unum og eini 10 ár fram. Tá vit tosa um sjógv, er hetta ein stór øking, og her verður hugt nærri at, hvør upprunin er til hesa øking umframt upprunan til aðrar broytingar. Føroyska liðið spældi rímuliga disiplinerað, hóast sigurin tíðliga var greiður. Verjan hevði tol og spælt var skjótt frameftir. Nógv mál komu við skjótálopum. Vit fáa sterkari mótstøðu seinni í kappingini, og tí brúka vit hendan dystin til at royna ymiskar taktikkir, sum vit fáa brúk fyri seinni í kappingini, segði Birgir Hansen, venjari, aftan á dystin. Bara í Sherloch Holmes søgunum ber til at siga, um tað var vinstra ella høgra hond, sum varð brúkt til at stinga við. Í veruleikanum er hetta ofta vónleyst at meta um. Tað var serfrøðingurin, sum kannaði deyða mannin í Marknalíð í november mánað 2013 og síðani skrivaði eina frágreiðing um kanningarnar. Hansara frágreiðing gav onga sólarklára mynd av, hvat var farið fram hetta kvøldið í Marknalíð, tá tveir menn komu til ilnar og annar teirra ein 61 ára gamal maður doyði av knívstungum. Annað sárið hjá manninum, ið doyði, var 7 sentimetrar djúpt og hitt einar tríggjar sentimetrar. Hann kom ikki við nakrari greiðari niðurstøðu um, hvør av monnunum førdi knívin. Hann metti tað vera ósannlíkt, at tann 61 ára gamli skuldi vera dottin niður á knívin so hevði sárið verið djypri og tað er lítið sannlíkt, at man dettir tvær ferðir niður á ein knív. Serfrøðingurin helt tað heldur ikki vera sannlíkt, at tann 61 ára gamli kundi hava stungið seg sjálvan í bringuna við høgru hond, tí sárini gingu frá vinstru móti høgru. Um menninir hava staðið beint yvir av hvørjum øðrum, so er mest sannlíkt, at tað er høgra hond hjá tí ákærda, sum førdi knívin. Men hetta ber ikki til at siga við vissu. Hinvegin vísti hann á, at ongi tekin vóru um, at tann 61 ára gamli hevði roynt at vart seg sjálvan móti einum knívsálopi. Sárini bendu á, at tann sum stakk, ikki hevði brúkt serliga nógva megi. Tað stendur rættiliga opið, hvat tað var, sum hendi hetta novemberkvøldið í íbúðini hjá tí deyða í Marknalíð í Havn, tí ongi vitni vóru til hendingina. Maðurin er eisini ákærdur fyri ólógliga at hava komið sær inn í íbúðina hjá tí 61 ára gamla og fyri at rýma av staðnum, hóast maðurin var í lívsvanda. Ákærdi maðurin, ið hevur sitið varðhaldsfongslaður síðan 21. november 2013, noktar seg sekan í øllum ákærunum, ið eru førdar fram móti honum. Hann sigur, at teir komu til ilnar, tí hin ikki hevði goldið sær húsaleigna í fleiri mánaðir, at tað var hin sum tók knívin fram og hann noktar at hava stungið tann 61 ára gamla. Nú er tað upp til teir 12 nevningarnar at avgera, um ákærdi maðurin er sekur ella ikki. Avhoyringarnar eru lidnar og fríggjadagin verður prosedura, har ákæri og verji føra fram síni sjónarmið í málinum. Í fjør vitjaðu Renata Teixeira og Eduardo Trinidade Føroyar. Nú eru halda tey feriu í Andorra. Tá tey hoyrdu, at Føroyar spældu, vildu tey fegin stuðla føroyska liðnum. Landsverk bjóðaði arbeiðið at gera tunnilin út í september í fjør, og inn komu fýra tilboð. Lægsta tilboðið, 174 milliónir krónur, hevði fyritøkan Articon. Articon fekk arbeiðið og síðan eru sparingar gjørdar, soleiðis at verkætlanin lýkur fíggjarkarmin í verklagslógini, sum er 162 milliónir krónur, stendur á heimasíðuni hjá Landsverki. Á verandi farleið eru trupulleikar við grót og skriðulopum, umframt at stórur partur av vegnum er einbreytaður, og tí er neyðugt at dagføra og tryggja farleiðina til Viðareiðis. Í Hvannasundi verður nýggjur vegur til tunnilsmunnan gjørdur, og nýggjur vegur frá Miðdali til Viðareiðis verður gjørdur. Nýggja vegalongdin verður umleið fýra kilometrar tilsamans. Hetta er fyrsta gjaldið í einum lánspakka, sum væntandi verður goldin næstu vikurnar. ES játtaði í mars Ukraina 12 milliardir krónur í fíggjarligum stuðli, men bíðað hevur verið eftir, at ukrainsku myndugleikarnir gjørdu avtalu við altjóða gjaldoyragrunnin, IMF. Avtalan við altjóða gjaldoyragrunnin, IMF, er nú fingin í lag, men avtalan skal eisini góðkennast í ukrainska tinginum. Tá tað er gjørt, verða tær umleið 750 milliónir krónurnar útgoldnar Ukraina. Virkandi ES nevndarlimurin í búskaparmálum, Siim Kallas, hevur verið í Ukraina og havt fund við myndugleikarnar har um búskaparliga stuðulin og nýskipanirnar, sum eru treytin fyri hjálpini úr ES. Rithøvundafelag Føroya hevur fingið nýggjan formann, tað er Sámal Soll sum er cand. mag. í enskum máli og bókmentum og starvast sum lærari í Hoydølum. Sámal Soll var gestur í útvarpsstovuni í morgun. Hví fara so fáir menn í barsilsfarloyvi Hví arbeiða so nógvar kvinnur niðursetta tíð Hvør hevur ábyrgd av javnstøðu á arbeiðsmarknaðinum og heima Hetta eru nakrir av spurningunum sum vera svaraðir á ráðstevnu, sum verður hildin í Norðurlandahúsinum 27. og 28. mai. Tað er Norðurlandaráðið og Vinnumálaráðið, sum skipa fyri. Jóhan Pauli Helgason, fultrúi frá Vinnumálaráðnum, Karin Kjølbro, fyrrverandi løgtingskvinna, á telefonini, og Erica Hayfield, adjunktur og sum eisini granskar á javnstøðuøkinum, eru í útvarpsstovuna. Tað sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, sum hevur svarað spurningi frá Sirið Stenberg, løgtingskvinnu, um ergoterapi á Suðuroyar sjúkrahúsi. Til 2011 var ergoterapeutur á Suðuroyar sjúkrahúsi. Í 2011 varð álagt Heilsuverkinum, eisini Suðuroyar sjúkrahúsi, at spara tað árið. Tá avgjørdi sjúkrahúsleiðslan at siga ergoterapeutinum úr starvi, sigur Karsten Hansen. Karsten Hansen sigur, at ein lóg um rætt til endurmenning er á veg. Heilsumálaráðið og Almannamálaráðið mugu gera lógina í felag, og hon skal koma í tingið í heyst og í gildi 1. januar næsta ár. Í morgin verður val í Írlandi og Kekkia, meðan veljararnir í Letlandi og á Malta fara at velja leygardagin. Sunnudagin verður val til ES tingið í hinum 21 limalondunum, millum annað Danmark. ES nevndin stúrir fyri, at úrslitið av valinum í Bretlandi og í Hollandi kann ávirka valið í hinum londunum, og tí verður úrslitið ikki almannakunngjørt, fyrr enn veljararnir í øllum londunum hava valt. Holland hevur somu valskipan sum vit, og tí skal úrslitið almannakunngerast, so skjótt sum tey 9.000 valhølini hava latið aftur í kvøld. Fleiri av stóru bløðunum fylgja valinum, og tey siga seg fara at almannakunngera úrslitið so skjótt valið er av. Spenningur er um valið í Bretlandi og Hollandi, tí í báðum londunum eru tað ES mótstøðuflokkar, sum hava staðið seg best í veljarakanningunum. Endaliga úrslitið av valinum verður tøkt klokkan 11 sunnukvøldið. Vil Vinnunevndin ikki hava eitt nýtt havrannsóknarskip, so kann nevndin lata málið verða verandi í nevndini, so tað fellur burtur. Og líkt er til, at tað er støðan í løtuni. Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sum hevur lagt uppskot fyri tingið um at lata privat byggja eitt nýtt havrannsóknarskip, sum landið síðani skal leiga ein stóran part av árinum. Málið er tvær ferðir beint aftur í Vinnunevndina, tí løgtingslimir hava verið í iva, og nú er ikki óhugsandi, at uppskotið ikki kemur aftur úr nevndini í hesi tingsetuni, sigur formaðurin í Vinnunevndini, Alfred Olsen. Nógv kenna óiva Ann Persdóttir Mikkelsen frá Facebook, har telist hon millum allar virknastu brúkararnar í Føroyum, men hvør er hon í veruleikanum Í Brunsj greiðir Ann millum annað frá síni bakgrund og frá uppvøkstrinum á Áarvegnum og Sjómansheiminum í Havn, har pápi hennara var leiðari. Ann er í dag avlamispensjónist, og tí oftast heima á Norðasta Hornið um dagarnar, men við Facebook hevur hon av álvara fingið samband við umheimin aftur. Í sendingini sigur Ann eisini sína hugsan um fyrimunir og vansar við Facebook, og hvar hon heldur at markið gongur, fyri tí ein eigur at deila alment. ZETA architects skjóta millum annað upp at taka niður forðingar og avmarkingar í miðbýnum, eitt nú nakrar grótgarðar. Niðasti partur av Tinghúsvegnum verður lagdur um soleiðis, at Tinghúsið fær frægari atgongd, samstundis sum Vaglið fær eitt víðari og dámligari skap. Við Vestaruvág er skotið upp at leggja nýtt mentanarhús á Skálatrøð. Saman við havnarlagnum skal hetta gerast eitt týdningarmikið rúm fyri mentan og list. Á økinum við Eystaruvág er skotið upp at byggja íbúðir inn móti berginum. Íbúðirnar verða lagdar soleiðis, at gongt er út á grønar tekjur. Sama er galdandi fyri uppskotið á Skálatrøð, har lendið partvíst verður endurskapað, sum tað einaferð var nú í nýggjum líki. Havnará skal eisini verða latin upp á ávísum strekkjum fyri at fáa gamla og tiltikna áartutlið aftur í miðbýin. Projektuppskotið til Steinatún er býarkent og leggur dent á at skapa eitt nútíðar býarrúm. Samstundis eru her fleiri onnur átøk, sum stuðla upp undir ætlanina. Uppskotið vísir á eina ferðsluskipan, har tvær ljóskurvar, onnur beint eystanfyri og hin beint vestanfyri, gera tað lætt og trygt at ganga tvørtur um torgið. Verandi bygningurin sunnan fyri Steinatún fær eftir uppskotinum eina opna stovuhædd, har gongt er gjøgnum bygningin, og skotið verður upp, at hann fær eina eyka takhædd við trappurúmi løgdum uttan á verandi bygningin. Tær sveimandi hálvtekjurnar geva møguleika fyri, at fólk verða savnað undir tekjum, har tað verður turt. Eitt nú hjá teimum, sum bíða eftir bussi, samstundis sum tekjurnar binda saman bygningar og býarrúm, skrivar Tórshavnar kommuna . Eitt av vørmerkjunum hjá G Festivalinum er Grundin. Tað er tann elektroniski pallurin á festivalinum. Morgunsendingin fær orðið á samskiparan, sum eisini avdúkar høvuðsnavnið í Grundini, Malk De Koijn. Camilla Dahl, ákæri sigur, at maðurin skal hava havt annan kynsligan ágang enn samlegu við eina gentu, sum tá var 14 ára gomul. Kynsligi ágangurin varð framdur í tíðarskeiðunum 2002 til 2003 í Suðuroy. Gentan, sum í dag er 24 ára gomul, vendi sær í fjør sjálv til løgregluna og meldaði mannin. Firningarfreistin fyri siðamisbrot er vanliga 10 ár frá tí, at offrið er fylt 18 ár. Tað vil siga, at í Føroyum skal ákæra verða reist, áðrenn offrið hevur havt sín 28 ára føðingardag. Tíggju fólk hava stevnt Eik banka eftir pengunum, sum tey settu í sokallað trygg partabrøv, men sum tey mistu. Europeisk partabrøv uttan váða, sum partabrøvini kallaðist, vórðu keypt gjøgnum Kaupthing banka, men Eik banki er stevndur, tí Eik yvirtók alt virksemið hjá Kaupthing banka í Føroyum. Danska uppboðssøluvirkið, Bruun Rasmussen, er í Føroyum og leitar eftir listaverkum og skreytlutum at selja. Ein málningur, ið varð virðismettur í gjár, var Blái eingilin, ið ein havnarmaður keypti frá Torbirni Olsen fyri nøkrum árum síðani. Gongst sum ætlað verður vindmyllan í Nólsoy sett til í summar. Hon kann hita 35 av teimum 100 húsunum í bygdini. Nólsoyar orkufelag stendur fyri verkætlanini. Landið hevur sett 1,8 milliónir krónur í verkætlanina, og eginpeningurin er 300.000 krónur Býrt tú uttanlands og fegin vil hava at børnini hjá tær læra eitt sindur av føroyskum, so ber til at fara á summarskúla á háskúlanum í Havn summar. Skúlin er fyri børn millum 5 og 12 ár og verður beint fyri ólavssøku. Bergljót av Skarði, sum er ein av fyriskiparunum varí útvarpsstovuni í morgun Sára R. Nysted 2001 , SuSvim Marius Ihlen Garðshorn 1998 , HS Signhild Joensen 2000 , Ægir Vár E. Eidesgaard 2001 , HS Róland Toftum 1998 , SuSvim Barbara Debes 2000 , FLOT Jana Thomsen 2000 , Reysti Niels Nattestad 1998 , HS Birni Sigvardsen 1999 , HS Maria Bjarnastein Antoft 2000 , HS Venjarar Rúni Gaardbo og Morentsa Thomsen Óli Mortensen 1996 , HS Alvi Hjelm 1996 , Ægir Eyðbjørn Joensen 1996 , SuSvim Lív Eidesgaard 1999 , HS Ásbjørg Hjelm 1999 , Ægir Victoria W. Eysturdal 1998 , Ægir Venjari Rui Magalhaes Ferðaleiðari Thurid Kjærbo Diana Gilstón, kórsangari og Ólavur Hátún, kórleiðari í sendingini Góðan morgun, Føroyar Longu áðrenn Ólavur Hátún í januar 1966 á fyrsta sinni stjórnaði Útvarpskórinum, tað, sum seinni varð til Havnarkórið, hevði hann í áleið 20 ár fingist við kórsang. Tí var tað ikki nakar óroyndur kórleiðari, sum Útvarp Føroya fekk til at fáa í lag upptøkur av føroyskum sangi til tað tá unga útvarpi. Tann týdning Útvarpskórið og Ólavur fingu fyri føroyskan kórtónleik eigur ikki at verða undirmettur. Ein av orsøkunum til stóra áhugan fyri kórsangi í Føroyum í 1960 inum og frameftir er júst úrslit av, at tað í Føroyum hevur eydnast at byggja brúgv millum tann fólksliga sangin og kórtónleikin. Við Útvarpskórinum kom føroyskur kórtónleikur út í hvørja stovu í Føroyum. Sjálvt um samstarvið við Útvarp Føroya helt uppat og kórið í 1973 skifti navn til Havnarkórið, so helt kórið fram sum tónleikaligt lokomotiv í føroyskum kórsangi. Serliga skula nevnast samstarvið sum kórið hevði við donsku tónlistamenninar Karl Clausen og Vagn Holmboe. Tann fyrri ríkaði siðbundnan føroyskan sang við einari rúgvu av einastandandi kórútsetingum og hin seinni er at meta sum sjálv byrjanin til nýggjari føroyskan kórtónleik. Havnarkórið hevur hesi 48 árini sum oftast verið mannað við teimum allarbestu sangarum í landinum. Hetta hevur eisini gjørt, at Ólavur og kórið hava kunna sett sær so sera høg mál øll árini. Leygardagin kl. 16.00 fer Havnarkórið at markera at Ólavur gevst sum dagligur kórleiðari í Havnarkórinum. Konsertin, sum verður í M llers Pakkhúsi, verður rópt Aftureftirlítandi kórhugnaløta . Her fer kórið við Ólavi á odda at syngja sangir, sum á ein og annan hátt hava myndað sangskránna hjá kórinum hesi mongu árini. Upprunaliga varð tosað um at nýta umleið 40 milliónir krónur til Musikkskúlan, men sambært býráðsskránni í gjárkvøldið, var prísurin endurskoðaður í desember í fjør, og tá varð íløgukarmurin hækkaður upp í góðar 67 milliónir krónur Økið sum Musikkskúlin skal byggjast á, er økið við Landavegin, har sum hondbóltsfelagið Neistin fyri nøkrum árum síðani skuldi byggja eina ítróttarhøll. Á síðuni sæst, at fólk mótmæla, at ein dálkandi oljubrennustøð verður bygd so tæt ímillum hús og barnagarðar í Hoyvík, sum tað stendur. Sjey bólkar skulu í annaðkvøld kappast um at gerast vinnari av Sement 2014. Seks bólkar spældu seg beinleiðis í finaluna, teir eru Punjab, Lyon amp the Colurstorm, Nystrøm, Frank in a Phonebox, Ranchus og Grús. Síðani sluppu dómararnir at velja eitt wild card. Dómararnir góvu Asyllex enn ein møguleika at vera við í kappingini. Bartal Augustinussen sum fyriskipar kappingina, sigur at støðið er hægrið enn undanfarin ár. Og tað sum er eyðkent er at bólkarnir spæla sera fjølbroyttan tónleik. Hann vitjaði okkum í útvarpstovuni í morgun og greiddi frá finaluni, sum verður í annaðkvøld kl 20 í Perluni í Havn. Teldumaður kennir seg ikki sum ein raskan mann, tí hóast hann veit, at hann er dugnaligur teldumaður, so er tað grannin, sum konurnar í grannalagnum elska , og sum tær samanbera menninar við. Grannin er dugnaligur handverkari og dugir alt slíkt og er javnt og savnt í gongd við at mála og smíða. Maðurin heldur konuna vera alt ov harða í uppalingini av børnunum og ikki vera til at tosa við. So tá ein ósemja er, so ger hann avtalur við børnini aftan fyri bakið á konuni. Men er hetta rætt Børn gera ikki tað, sum tú sigur, men tað sum tú gert, so hvussu verður úrslitið Kvinna er gift og eigur børn og nakrar dagar um árið arbeiðir hon í øðrum landi og vinnur nógvan pening. Maðurin heima hevur sítt arbeiði og ansar húsi og børnum. Tey eru nøgd, men familja og vinir og mest kvinnurnar rundanum tey eru ikki. Tey halda tað vera so synd í manninum at hann skal klára alt einsamallur og tey bera hann undir í mati og pannukøkum. Kvinnan harmast um hetta, at tað skal vera so ójavnt býtt millum kynini og undrast á at kvinnur bera seg so tápuliga at. Tað er hugnaligt at detta inn á gólvið hjá familju og vinum. Men skal mann sms a áðrenn og spyrja, um tað er í lagi, at mann kemur framvið Hvørvur allur spontanitetur tá, ella skal mann vísa fyrilit, fyri at kanska er húsið óruddiligt ella kanska eiga tey onki inni at bjóða Eingin vil siga ítøkiliga hvat stríðið snýr seg um, men fólkini sum eru farin til hús leggja dent á, at tey ikki eru farin úr starvi, men eru misnøgd við ávís viðurskifti. Páll Nolsøe, sum er formaður í Magistarafelagnum váttar, at tey trý starvsfólkini hava sett seg í samband við felagið, men hann vil ikki gera fleiri viðmerkingar í løtuni. Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetri Føroya, vil ikki gera viðmerkingar til málið. Talan er um innanhýsis mál, sigur hann. Meiriluti er ikki í Tórshavnar býráði fyri at byggja musikkskúlan í Sortudíki, og tí verður nýggjur musikkskúli bygdur við Landavegin. Tað er eisini tann skjótasta og bíligasta loysnin, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavn. Í kvøld spæla Andorra og Føroyar um at gerast nummar eitt í Bólki A. Bæði liðini hava tryggjað sær víðari luttøku í hálvfinalurnar. Dysturin verður beinleiðis útvarpaður. Dysturin í kvøld avgerð, um Føroyar skulu spæla ímóti Georgia ella Moldova í hálvfinaluni í morgin. Georgia verður mett at vera sterkasta liðið í bólki B. Tveir leikarar eru ivasamir til dystin í kvøld. Jónas G. Djurhuus og Kjartan Johansen hava ligið við búkilsku, og enn er ikki greitt, um teir verða klárir til dystin í kvøld. Føroyski hópurin hevur tó fingið tríggjar leikarar afturat, sum ikki vóru við í teimum báðum fyrstu dystunum. Hesir hava verið til próvtøkur í Føroyum og í Danmark. Men í nátt komu Julian Olsen VÍF , Tóraldur Kollsker H71 og Eirikur Simonsen Viborg til La Vella í Andorra, og teir eru við í kvøld. Tað er eitt afturstig, at Musikkskúlin enn einaferð verður fluttur, og at Musikkskúlin missir møguleikarnar í grannalagnum við Norðurlandahúsið og Kringvarpið. Tað sigur Agnar Lamhauge, formaður í lærararáðnum á Musikkskúlanum, sum kortini ásannar, at tað týdningarmesta er, at skúlin nú verður bygdur Atlantsflog hevur leigað eitt av airbus flogførunum til íslendska felagið, VOV. Flogfarið skal flúgva fyri íslendska flogfelagið til eftir summarfrítíðina. Jørgen Holme, stjóri í Atlantsflogi sigur umvegis ein teldupost, at orsøkin til at flogfarið er leigað til Íslands, er, at flogfelagið ikki hevur so nógvar ferðir til Egyptalands fyri danska felagið, Atlantis Rejser, sum ætlanin var. At eitt av flogførunum í gjár byrjaði at flúgva fyri íslendska felagið, hevur ikki annað við sær, enn at neyðugt hevur verið at broyta nakrar fráfaringartíðir. Flogfarið sum nú er leigað til Íslands, var tað seinasta av trimum airbussum, sum komu í flotan hjá Atlantic Airways. Flogfarið kom til Føroya í oktober í fjør. Vangamyndin í Degi amp Viku í kvøld er Jákup Reinert Hansen, prestur í Sandoyar prestagjaldi. Um tríggjar mánaðir tekur hann við nýggjum starvi sum lektari í kirkjusøgu á Fróðskaparsetri Føroya Í meira enn 30 ár hevur hann verið prestur í Sandoynni, men í heyst gongur leiðin úr prestagarðinum heima á Sandi norður til Havnar í skrivstovu á Fróðskaparsetrinum í Jónas Broncksgøtu, har hann millum annað skal undirvísa nýggjum prestum í føroyskari kirkjusøgu og kirkjurætti. Fyri sjey árum síðani gjørdi Jákup Reinert Hansen eina roynd at skifta starvið sum prestur út við biskupsembætið, men tað starvið fekk Jógvan Fríðriksson. Jákup Reinert Hansen fer at tosa um nýggja starvið, biskupsvalið fyri sjey árum síðani og tað at skula siga farvæl við eitt prestagjald, sum hann hevur røkt í samfull 32 ár. Hóast inntøkurnar hjá Tórshavnar kommunu í fjør vóru góðar 23 milliónir krónur hægri enn mett, so fer meginparturin av pengunum í eitt tómt hol. Orsøkin er millum annað, at kommunan ikki hevur selt so nógvar bygningar, sum ætlanin var, tá kommunan 30. mai í fjør gjørdi av at keypa ognirnar hjá BankNordik, sum er farin undir at byggja nýggjan bygning. Í umsóknini segði hotellið, at tað loysir seg ikki longur at pjøssa uppá tann gamla partin av hotellinum, har partar eru eldri enn fimti ár. Krøvini eru nógv broytt og niðurstøðan er, at best er at taka tann elsta partin av gistingarhúsinum niður og byggja nýtt, lítið størri enn í dag. Umframt at fáa betri og fleiri kømur, ber til at umskipa gistingarhúsið til eitt nýmótans hotell við øllum hentleikum sum krevjast. Ætlanin leggur upp til at flyta matstovu og køkin niður á veghædd, so tað er lætt bæði fyri gestir og havnarfólk at vitja matstovuna á Hafnia. Øll niðasta hædd verður ein opin framsíða, sum skal hýsa hotelvirksemi. Tað fer at gera Áarvegin meira livandi enn í dag, stendur millum annað í umsóknini. Ætlanin er at økja talið av kømrum við 19, upp í 76. Á hotellinum skulu vera 126 sengur, og við eyka uppreiðing, verður møguligt at hýsa 180 fólkum. Ætlanin er, at Hotel Hafnia skal vera góðar 100 fermetrar størri enn nú, millum annað skal tað vera 75 sentimetrar hægri, tilsamans góðar 24 metrar. Teir tríggir Tóraldur Kollsker, Julian Olsen og Eirikur Simonsen komu til Andorra í nátt. Teir eru við í føroyska hópinum, tá seinasti dysturin í bólkspælinum verður leiktur í kvøld. Dysturin er ímóti vertunum úr Andorra. Vinnarin endar á fyrsta plássi í bólkaspælinum, og fær tískil ein lættari dyst í hálvfinalunum. Sambandsflokkurin leggur í hesum døgum seinastu hond á sítt uppskot um fiskivinnunýskipan, sum verður lagt fyri hinar báðar samgonguflokkarnar í næstu viku. John Kølbæk, fúti, sum er ákæri í drápsmálinum í einum í húsum í Marknalíð í Havn í november í fjør, vísir øllum frágreiðingum frá tí ákærda manninum aftur. Ákærin sigur, at tann ákærdi stakk hin mannin tvær ferðir, og at hann drap við vilja, tí hann tók tann størsta knívin, sum lá í skuffuni í køkinum hjá manninum, sum doyði. Á mentanarkaf ini hesaferð fer tónaskaldið Sunleif Rasmussen høvuðsgestur. Vit forvitnast um fleiri spennandi verkætlanir, sum hann hevur í umbúna. Annar gestur er Durita Brattaberg, sum er leiðari í mentanarhúsinum í Hamar í Noregi. Vit skifta eisini orð við Ólav Larsen, leiðara í mentanarhúsinum í Fuglafirði, og Katrina Petersen, verkætlanarleiðara í Sandoynni, um stríðið hjá mentanarhúsum í Føroyum fyri at skapa innihald. Listakjakið melur um myndlistina, vit fáa vitjan av Niels Ohrt, leiðara á Listasavni Føroya, og Ole Wich, sum er formaður í felagnum Føroysk Myndlistafólk. Matur er eisini partur av kaf ini í báðum tímunum. Vit tosa um norðurlendska matmentan og smakka eisini góðbitar, sum Hildur Eyðunsdóttir og Oyvindur av Skarði borðreiða við. Flakið av summum fiskasløgum hevur viðhvørt hol og rivur í sær. Hetta er ein góðskutrupulleiki, ið merkir at vøran hevur minni søluvirði. Grundleggjandi orsøkin til hetta fyribrygdi er ókend, hóast royndir og gransking hava víst á ymiskt, ið hevur ávirkan. Fyrilesturin greiðir frá eini verkætlan, ið hevur til endamáls við biotøkni at lýsa munin á bindivevnaði við og uttan hesi hol og rivur. Jógvan Páll Lassen, verji hjá ákærda, sigur, at próv byrðan liggur hjá ákæruvaldinum Tað er ákærin, sum má prógva, at ákærdi hevur dripið. Tað er ikki ákærdi, sum skal prógva, at hann er ósekur. Nógvar súkklur eru at síggja á landsvegunum kring landið, teir flestu eru Rynkeby súkklarar, sum í summar skulu súkkla allan vegin til Paris. Men tá bilar koyra fram við súkklunum, kann tað verða vandamikið Hann hevur spælt fyri fullum Norðurlandahúsi, og hann hevur bergtikið hundraðtals áhoyrarar í operuni í Reykjavík og tjóðarlistasavninum í Helsinki. Men sunnudagin fer kendi, føroyski klaverleikarin, Jóhannes Andreasen, at hava konsert fyri nøkrum fáum áhoyrarum í einum lítlum upptøkuhøli í Havn Annfinnur er Norðingur við stóra N, og hóast honum dámar stak væl at drekka caf latte á Hvonn saman við mentannarelituni í kontórshavn, so elskar hann eisini at fáast við seyð og fisk norðuri í Klaksvík. Í Brunsj sigur Annfinnur sína hugsan um raðfestingar og umstøður hjá mentan og leiklist í Føroyum. Prátað verður eisini um public service skyldur hjá Kringvarpinum, um umhvørvismál og mangt annað. Í framtíðini skulu Havnar Róðrarfelag, Argja Róðrarfelag og Róðrarfelagið Knørrur í felag skipa fyri ólavsøkukappróðrinum og býta inntøkurnar. Feløgini hava í seinastuni fundast, og nú er nevnd sett at taka sær av ólavsøkutiltakinum, sum fevnir um meir enn bara FM róðrarnar, skrivar Hvannrok.fo Ætlar tú at síggja steypafinalurnar í fótbólti hjá monnum og kvinnum 30. august, so verður tú helst noyddur at keypa tær eitt atgongumerki og fara oman á Tórsvøll. Kringvarpið fer ikki at senda beinleiðis frá steypafinalunum í ár. Orsøkin er, at Fótbóltssamband Føroya ikki vil rinda Kringvarpið fyri kostnaðin av framleiðsluni. Hoyr samrøðu við Virgar Hvidbro, sum er aðalskrivari í FSF. Tað er ikki rætt, tá løgmaður við útvarpið fríggjadagin sigur, at tað verður ikki í hansara tíð í stólinum, at íslendarar sleppa at keypa av føroyska fiskiríkidøminum. Tað sigur Jóannes Jacobsen, búskaparfrøðingur Eg havi verið og keypt mær eitt lítið Merki, sum eg gleði meg til at kunna veittra við og taka mynd av, tá eg standi á toppinum á Mount Everest, segði Arne Vatnhamar við Kringvarpið í apríl. Í morgun gjørdist hetta eisini veruleiki, tá Arne Vatnhamar saman við restini av fylgi sínum náddi upp á tindin á heimsins hægsta fjalli, Mount Everest, ið er í 8.848 metra hædd. Einasta sambandið, ferðalagið hjá Arna Vatnhamar hevur við umheimin á seinasta strekkinum, er ein fylgisveinatelefon. Tískil hevur ferðalagið ikki fingið sent myndir frá søguligu løtuni enn. Einastu boðini, ið eru komin frá Arna Vatnhamar og ferðalagnum umvegis fylgisveinatelefonina, er, at ferðalagið er komið niður aftur í øllum góðum og at meira kunning kemur. Hópurin, sum Arne Vatnhamar fylgist við, fór úr Camp 3 í 8.300 metra hædd, ið er seinasta legan áðrenn sjálvan tindin, leygardagin umleið klokkan 15 30 føroyska tíð. HB kom aftur í dystinum í Klaksvík móti KÍ. Rodrigo Silva legði KÍ á odda, men liðskiparin hjá HB Fróði Benjaminsen vendi einum tapi til ein sigur. Skála fekk enn einaferð bert eitt stig. Tað var EB Streymur sum legði seg á odda við einum brotssparki frá Hans Paula Samuelsen. Skála svaraði aftur í fyrra hálvleiki, og síðani komu ikki fleiri mál í dystinum. AB tapti í dag stórt á heimavølli móti NSÍ. Hetta er størsta tapið í Effo deildini í ár. Eftir ein málturk skoraði toppskjýttin hjá NSÍ, Klæmint Olsen heili 4 mál fyri NSÍ. AB NSÍ 0 7 0 5 0 1 6 min Klæmint Olsen 0 2 17 min Klæmint Olsen 0 3 25 min Jógvan Isaksen sjálvmál 0 4 38 min Andy Olsen 0 5 40 min Árni Fredriksberg 0 6 66 min Klæmint Olsen 0 7 80 min Klæmint Olsen Fimti dysturin í 10. umfari er í morgin.Tá tekur B68 í móti ÍF á Svangaskarði. B36 og HB varðveita fyrsta og annað plássið á stigatalvuni. Men nú hevur NSÍ hálað seg upp á eitt triðja pláss. Øll liðini uttan B68 og ÍF hava spælt 10 dystir. Tískil skal stigatalvan takast fyrivarni tá B68 og ÍF bert hava spælt 9 dystir. Føroyar vóru á odda 17 12 í hálvleikinum, og hóast Georgia kom við øllum teir høvdu í seinna hálvleiki, bleiv føroyska liðið við at spæla sítt spæl. Føroysku venjararnir Kári Nielsen og Birgir Hansen høvdu bara góð orð um sínar leikarar aftan á dystin. Hetta er besta avrik sum vit hava sæð frá einum føroyskum landsliðið í okkara tíð, vóru teir báðir samdir um. Føroyar og vinnararnir úr hinum heimspørtunum skulu seinni møtast í kapping sína millum. Enn er ógreitt nær tað verður. Føroysku úrslitini í IHF Trophy kappingini í Andorra Føroyar Aserbadjan 43 12 17 5 Føroyar Írland 40 13 18 8 Føroyar Andorra 42 30 17 16 Føroyar Moldova 25 24 15 12 Føroyar Gerogia 34 25 17 15 Hóast Zeta Architects vunnu arkitektakappingina um miðbýin í Havn, so verður teirra uppskot ikki tað einasta, sum verður brúkt at menna nýggjan miðbý. Tórshavnar Kommuna fer eisini at hyggja at hinum uppskotunum, sum komu inn til kappingina. Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn. Sambært uppskotinum hjá Zeta Architects skal ein partur av Havnará latast upp aftur, minni bilferðsla skal vera við Steinatún, og íbúðir skulu byggjast á Skálatrøð. Sjey uppskot komu inn til arkitektakappingina. Í morgin til 9. juni er verða innkomnu uppskotini sýnd fram í Mullers Pakkhúsi í Havn. Ferðin hjá Arna og hinum í ferðalagnum, hevur tikið nakrar vikur, tí klintrararnir skulu venja seg við tunnu luftina. Unnustan hjá Arna, Maibritt Rasmussen, sigur, at tað var ein lætti at frætta, at alt hevði gingið væl. Arne Vatnhamar og hini í ferðalagnum eru nú á veg omanaftur av Mount Everest. Framgongdin hjá høgraflokkunum er tann sama í Týsklandi, Fraklandi, Eysturríki, Grikkalandi, Finnlandi og Danmark, har Danski fólkaflokkurin tvífaldaði sítt tingmannatal, tað skrivar Reuters. Formaðurin í ES nevndini, Jose Manuel Barroso, vísir á, at hóast høgraflokkarnir høvdu stóra framgongd, hava teir kortini ikki meiriluta í ES tinginum. Í Bretlandi er líkt til, at ES mótstøðuflokkurin, Ukip, verður størsti flokkur. Hann stendur til at fáa 22 av teimum 76 sessunum, sum Bretland eigur í ES tinginum. Konervativi stjórnarflokkurin fær 16 sessir. Í Fraklandi hevur Front National fingið 25 prosent av atkvøðunum. Sosialistaflokkurin hjá Hollande, forseta, hevur bert fingið 14,5 prosent. Í Týsklandi hevur flokkurin Alternative fur Deutscland, sum fyrstu ferð stillaði upp, fingið 7 prosent, og nógv bendir á, at Nazistaflokkurin eisini fær ein sess í ES tinginum. Í Danmark gjørdist Danski fólkaflokkurin nógv størstur. Hann fekk 26,6 prosent av atkvøðunum og fýra av teimum tilsamans 13 sessunum, sum Danmark eigur í ES tinginum. Bæði Vinstriflokkurin og Sosialdemokratarnir høvdu afturgongd, og mistu hvør sín tingsess. Málið um klæðini hjá Lars Løkke Rasmussen, floksformanni, eru helst orsøkin til afturgongdina, og í gjárkvøldið segði Lars Løkke Rasmussen, at hann tekur alla ábyrgd av ósigrinum. Á Christiansborg eru politiskir eygleiðarar aftur farnir at gita, at ósigurin hjá Vinstra fer at fáa avleiðingar fyri floksformannin. Fýra ella fimm skip, sum hava verið íslendsk, ella íslendingar eiga í, hava fingið 48.000 tons av makreli í grønlendskum sjógvi. Royal Greenland og dótturfeløg hava fingið 20.000 tons, Polar Seafood samtakið 18.000 tons og Arctic Prime Fisheries eigur 10.000 tons. Millum skipini, sum fara at fiska makrel við Grønland í ár, er trolarin Skálaberg, sum eina ferð var skrásettur í Klaksvík. Hann verður seldur úr Íslandi til Arctic Prime Fisheries. Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur fingið at vita frá donsku sendistovuna í Beijing, at Heilsufrøðiliga starvsstovan skal fíggja ferðina hjá fimm ella seks eftirlitsfólkum úr Kina og kinesiskum umboði fyri donsku sendistovuna í Beijing. Ein leyslig kostnaðarmeting sigur, at ferðin fer at kosta 300.000 krónur Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur fingið tilsagnir um fígging til vitjanina úr Kina. Føroyski útflutningurin til Kina veksur skjótt. Hann var 100 milliónir krónur í 2011, 200 milliónir í 2012 og í fjør varð útflutt til Kina fyri okkurt um hálva milliard. Fyri at útflyta matvørur til Kina krevst heilsuváttan. Í fjør skrivaði Heilsufrøðiliga starvsstovan 2.144 heilsuváttanir til vørur, sum fóru úr Føroyum til Kina. Hann sigur, at serliga teir heilt smáu skúlarnir gerast færri, skúlarnir, sum hava úr einum upp í 24 næmingar, eru fækkaðir úr 21 skúlum fyri seks árum síðani niður í 11 hetta skúlaárið. Sum gongdin í fólkatalinum er, er einki at ivast í, at aðrir av teimum smæstu skúlunum komandi árini verða niðurlagdir, sigur formaðurin í Lærarafelagnum. Tá størri skúlar verða lagdir saman, verða pengar ikki spardir í sama mun, tí teir smáu skúlarnir kosta nógv meira at reka fyri hvønn næming enn teir stóru. Støðan er heldur, at í sama tíðarskeiði, sum smáu skúlarnir eru niðurlagdir, hevur játtanin til fólkaskúlan í fíggjarlógini staðið í stað. Lagt er ikki upp fyri lønarvøkstri, vaksandi pensjónsútreiðslum ella nýggjum virkisøkjum. Játtanin til fólkaskúlan átti natúrliga at verið økt av lønarvøkstri, øktum eftirlønargjøldum og øktum virksemi, men soleiðis er ikki. Teir smáu skúlarnir hava tikið broddin av ringastu árinunum av sparingunum á fólkaskúlaøkinum, men nú smærru skúlarnir longu eru fækkaðir í stórum tali, er ivasamt, hvussu leingi vit kunnu dúva upp á tað, sigur formaðurin í Lærarafelagnum við Skúlablaðið. Kanningar, sum vórðu gjørdar á valstøðum, vísa, at Porosjenko fær sløk 56 prosent av atkvøðunum, og tí verður ikki neyðugt við einum valumfari afturat. Í røðu síni, sum var sjónvarpað, segði nýggi forsetin, at tjóðartingsval verður í Ukraina longu í ár. Valið skuldi annars ikki verið fyrr í enn í fyrsta lagi í 2017. Porosjenko sigur, at hann fer ongantíð at góðtaka, at Russland hevur lagt Krim hálvoynna undir seg. Val var á Krim í mars, og tá var stórur meiriluti fyri, at hálvoyggin skuldi hoyra til Russland. Í eystara parti av Ukraina forðaðu tey russisktsinnaðu fólki at sleppa á val í gjár, men aðrastaðni í landinum gekk valið sum ætlað. Tróndur Patursson hevur verið umboðaður um allan heim. Hann hevur sýnt fram í Seattle, Chicago og Washington. Hevur verið í St. Pætursborg, í Indonesia, Paris og London. Var tveir mánaðir í Kina og gjørdi eitt listaverk til eina standmyndalund. Í Danmark er hann umboðaður í fimm kirkjum, á Christiansborg, Ríkissjúkrahúsinum, Kastrup Floghavn og ikki minst í parkeringshúsinum í Vejle, sum er uppkallað eftir honum. Tróndur hevur ferðast í fótasporum Robinson Crusoe, og í Kirkjubø býr hann inni á Fjósi, har Sverri kongur var borin heim á sinni. Tað var 20 november í fjør, at ein 61 ára gamal maður doyði, tá tað kom til ilnar millum hann og tann 69 ára gamla mannin, sum er ákærdur, í einum húsum í Havn. Verjin, Jógvan Páll Lassen, sigur, at ákæruvaldið hevur próvbyrðuna at ákærin skal prógva, at tann ákærdi er sekur. Og tað heldur hann ikki, at ákærin hevur gjørt. Har eru ikki prógv fyri, at tann ákærdi førdi knívin, sigur Jógvan Páll Lassen. Ákærin, John Kølbæk, sigur hinvegin, at frágreiðingin hjá ákærda hongur ikki saman og at teknisku prógvini benda á, at tað er ákærdi, sum drap. Hoyr samrøðuna við 20 ára gamla Thomas Giehn, sum var burturstaddur, tá hópdrápsmaðurin gjørdi um seg nærhendis University of California í Santa Barbara, USA. Fleiri enn 400 sangarar úr 33 kórum hava teknað seg til festivalin. Sangararnir eru úr Svøríki, Noregi, Finnlandi, Danmark og Føroyum. Og leygarkvøldið verður konsert í Norðurlandahúsinum, har ein messa framførd, sum Sunleif Rasmussen hevur skrivað til høvið. Tað verður eitt samansett kór og Føroya Symfoniorkestur, sum fara at framføra hesa nýggju messuna. Sunnudagin 1. juni verður norðurlendsk hátíðarguðstænasta í Christianskirkjuni í Klaksvík. Kringvarpið fer at senda guðstænastuna í sjónvarpinum, og hon verður eisini send í almennu sjónvarpsrásunum í hinum norðurlondunum. Tá úrslitið av valinum til ES tingið var almannakunngjørt í gjárkvøldið, var tað greitt, at flokkurin hevur havt sítt ringasta val til ES tingið í 25 ár. Vinstriflokkurin stendur til at missa ein sess í ES tinginum, og fær tveir. Formaðurin hevur boðsent floksleiðsluna á snarfund um støðuna. Vit hava fyri neyðini at sleikja sár. Vit hava fyri neyðini at tosa saman, segði Lars Løkke Rasmussen, og vísti til málini um klæðini og ferðina til Mallorca, sum Vinstriflokkurin hevur goldið fyri. Hóast veljararnir hava givið flokkinum ein frammaná, hevur floksformaðurin framvegis vónir um, at hann kann fáa Vinstra aftur í forsætismálaráðið. Eg haldi meg hava dirvi, vilja og styrki til at vera tann rætta persónin, sum stendur á odda fyri Vinstra í andstøðu, og fáa lyklarnar til forsætismálaráðið aftur, segði Lars Løkke Rasmussen. Men tað verður ikki lætt, og í morgin verður tað torførari, enn tað var fyri tíggjum døgum síðani, segði formaðurin í Vinstra, tá úrslitið av valinum til ES tingið varð greitt í gjárkvøldið. Føroya Arbeiðsgevarafelag og Maskinmeistarafelagið hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála fyri maskinmeistarar, sum starvast á landi. Maskinmeistararnir fáa 1,63 prosent í lønarhækking 1. juni í ár og 2,25 prosent 1. næsta ár. Eftirlønin hækkar 0,44 prosent, og verður nú 15 prosent Í sínari rættarleiðbeining til nevningarnar fyrrapartin vigaði rættarformaðurin prógvini hjá ákæruvaldinum og frágreiðingina hjá ákærda manninum. Rættarformaðurin vísti á frágreiðingina hjá tí, sum skoðaði líkið. Sambært henni kann maðurin ikki hava stungið seg sjálvan. Hann kann heldur ikki vera dottin á knívin. Nevningarnir skulu svara nøkrum spurningum, antin ja ella nei, men tey skulu ikki grundgeva fyri svarinum. Minst átta av teimum 12 nevningunum skulu svara ja fyri at svarið er avgerandi. Maðurin er ákærdur fyri at hava dripið ein 61 ára gamlan mann beint eftir klokkan níggju um kvøldið tann 20.november í fjør í einum sethúsum í Marknalíð í Havn. Halda nevningarnar ikki, at talan var um manndráp, skulu teir svara, um talan var um serliga grovan harðskap, sum førdi til, at tann 61 ára gamli maðurin doyði. Harafturat eru nevningarnir bidnir um at taka støðu til, um ákærdi gjørdi seg sekan í at fara frá einum manni, sum var í neyð, í lívsvanda, uttan at hjálpa honum ella biðja um hjálp. Og tann 69 ára gamli maðurin er harafturat ákærdur fyri at fara inn íbúðina hjá hinum manninum, sum leigaði frá honum, hóast hann ikki hevði nakran rætt til tað. Borgarar og eigarafelag hava vent sær til Tórshavnar kommunu, tí tey halda, at vegurin Karlamagnussarbrety, sum liggur í Hoyvík, er ótryggur. Tey hava víst á, at eingin gongubreyt er fram við gøtuni og at ljósviðurskiftini ikki eru nøktandi. Serliga nú nógv hús eru komin rundan um Karlamagnussarbreyt í Hoyvík, og alsamt størri ferðsla er vegnum. Tí samtykti Tórshavnar býráð á býráðsfundi 22. mai, at gera eina veruliga gongubreyt fram við vegnum. Sum nu er, er bert ein breið hvít vognbanalinja, sum merkir gongubreytina. Men tað er ikki nóg trygt, og tí fer kommunan at leggja spigma kantsteinar, har hvíta linjan er, og asfaltera gongubreytina. Eisini fer kommunan at gera stuðlamúrar við afturkantin av gongubreytini, fyri at tryggja, at einki tilfar ríðir undan vegnum. Mett verður, at samlaði kostnaðurin fyri arbeiðið at leggja kantsteinar og asfaltera gongubreytina fer at kosta umleið eina hálva millión krónur. Ongin fíggjarlig meting er av arbeiðnum at gera stuðlamúrarnar. Talan um eina broyting í mun til upprunaliga verkætlanina og raðfylgjuna av liðugtgerðini av vegnum. Tí sambært uppruna prosjektinum, skal leggingin á vegnum vera við flísum og chaussessteinum, tí Karlamagnusarbreyt er ætlað at verða ein handilsgøta tá bygt er fult út á økinum. Men fyri at gera ferðslutrygdarviðurskiftini á økinum betur, áðrenn endaliga loysnin verður framd um nøkur ár, tá meira er bygt økinum, hevur tekniska nevnd í býráðnum mælt til, at gera broytingar í mun til upprunaliga verkætlanina. Upprunaliga prosjektið ásetti, at við afturkanti á gongubreyt skuldi stoypast stuðlamúrur, soleiðis at vegkassin og veitingarnar vóru tryggjað. Men býráðið skrivar, at hetta er ikki gjørt, einamest tí talan um viðurskifti, sum bygginevndin avgjørdi at spara burtur ella bíða við. Orsøkin til stríðsstigið er, at samráðingarnar við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, KAF, um lønaravtalu fyri námsfrøðingarnar á forskúlunum eru endaðar uttan semju. Maud Wang Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum, vónar, at KAF fer at fylgja forskúlakunngerðini, sum javnsetir arbeiðið hjá námsfrøðingum og lærarum í forskúlunum, áðrenn summarfrítíðin er liðug, so arbeiðssteðgurin kann avlýsast. 5. mai setti Pedagogfelagið limum sínum forboð fyri at søkja arbeiði í forskúlum eftir summarfrítíðina, tí eingin avtala fekst við KAF um, hvussu størvini skulu flokkast. Vit mugu taka hetta stigið, tí vit koma ikki longur í samráðingunum við KAF. Tær endaðu 20. mai uttan at semja var fingin, og vit kunnu ikki sum fakfelag góðtaka at fara inn í eitt nýtt skúlaár, har ongin lønaravtala er fyri okkara limir í forskúlunum, og har teir, sum støðan er nú, eru fyri lønarligum vanbýti í mun til hini starvsfólkini, sigur Maud Wang Hansen. Hon sigur, at kravið um somu løn hjá námsfrøðingum og lærarum í forskúlunum er eitt óreingiligt krav, og hon ivast ikki í, at lærararnir eisini taka undir við tí. Tað er spurningurin, sum 140 starvsfólk, fakfólk innan barna og ungdómsøkið og foreldur í løtuni viðgerða og fara at niðurfesta á blað. En damálið er at orða ein barna og ungdómspolitkk, sum hevur til endamáls, at Klaksvíkar Kommuna fær niðurfeldar hugsanir um, hvat hon vil raðfesta á barna og ungdómsøkinum komandi árini tvørtur um valskeið, skrivar kommunan á heimasíðu sínari. Millum annað ynskir kommunan at festa á blað, hvussu kommunan kann skapa best møguligan trivnað, tryggleika og menning millum børnini og tey ungu í kommununi, og hvørji tiltøk eru neyðug at raðfesta fyri at røkka hesum málunum. Tá ið tilmælið er handað, verður tað lagt fyri politisku skipanina til viðgerðar og støðutakan til ein barna og ungdómspolitkk fyri Klaksvíkar Kommununu, sigur Jóhann L tzen, formaður í Trivnaðarnevndini Børn amp Ung. Ætlannin er, at samtykti politikkurin verður eitt arbeiðsskjal hjá umsiting og tí politisku skipanini, sum verandi og komandi býráðspolitikarar kunnu styðja seg til. Arne Vatnhamar, sum er fyrsti føroyingur nakrantíð, ið hevur nátt tindin, skrivar á síni Facebook síðu, at júst henda løtan, tá føroyska flaggið veittraði yvir øllum heimsins fløggum, var ein stór løta fyri seg. Hann skrivar eisini, at túrurin niður av 8848 metra høga fjallinum var truplari enn væntað. 41 ára gamli leirvíkingurin fekk trupulleikar við lungunum, og hann mátti tí yvirnátta á camp tvey, sum er á 7050 metra hædd. Arne Vatnhamar kom í morgun til Advanced Bace Camp og eftir ætlan er hann komin av fjallinum til Nepalska býin Kathmandu tann 30. ella 31. mai. Eivin Jacobsen vil millum annað vita, um tað er ætlanin, at allur útveganarkostnaðurin, tað vil siga eisini eginpeningsinnskotið frá landinum, skal gjaldast aftur við bummgjaldi, og eftir hvørjum leisti hetta skal gerast. Og um heimild er í lógini at krevja bummgjald, eftir at lánini til tunnilin eru útgoldin. Eisini vil Eivin Jacobsen vita, um r oknast kann við, at bummgjaldið verður strikað, tá tunnilin er útgoldin, ella um eitt ávíst gjald framhaldandi skal krevjast til rakstur og viðlíkahald av tunlinum. Eivin Jacobsen skrivar, at nú tað nærkast, at Vágatunnilin hevur útgoldið lánini, ið er fíggjað við bummgjaldi, so verður spurningurin um, hvørt brúkarin skal rinda alla íløguna í Vága og Norðoyatunlarnar, alt meira aktuellur. Hann vísur á, at tað, sum kom alment fram fyri nøkrum árum síðan, var, at allur útveganarkostnaðurin skuldi gjaldast aftur, eisini innskotið til eginpening frá landinum. Men hann setur spurnartekum við, hvat hugtakið útveganarkostnaður fevnir um. Er tað eginpeningsinnskot og lán tilsamans ella er tað bara tann parturin, ið er fíggjaður við lántøku ella fremmandafígging. Eivin Jacobsen heldur, at tá fari var undir at fyrireika verkætlanirnar, var almenna fatanin, at talan var um, at bara lánsupphæddin skuldi gjaldast aftur við bummpengum. Tí heldur hann, at tað at gera mun á borgarum, um niðurstøðan verður, at samlaði kostnaðurin skal gjaldast aftur. Og tí hevur borgarin rætt til at vita, um hvat hendur við hesum bummgjaldi Umframt at Niels Uni sigur sína hugsan um útgávuna, verða fleiri sangir á fløguni spældir, so lurtarin eisini kann gera sína egnu meting um sangirnar og útgávuna. Hoyr ummælið her. Í Føroya rætti hava nevningarnir svarað ákæruritinum. Tey hava ikki funnið mannin sekan í drápi. Nevningarnir siga, at maðurin hevur framt harðskap, sum drap ein 61 ára gamlan mann í einum sethúsum í Marknalíð í Havn tann 20. november í fjør. Nevningarnir siga, at talan var ikki um sjálvverju. Nevningarnir siga somuleiðis, at tann 69 ára gamli maðurin skal dømast fyri at vera farin frá persóni í lívsvanda, uttan at hjálpa honum ella at biðja um hjálp. Hann er eisini funnin sekur í at vera farin inn í bústaðin hjá øðrum, uttan at hava rætt til tað. Klokkan 19.30 fara ákærin og verjin at siga sína hugsan um niðurstøðuna hjá nevningatinginum. Eftir tað fara dómarin og nevningarnir at áseta revsingina. Sjónvarpssending, ið varpar ljós á sonevnda tollmálið, har handilin hjá Jørgen Niclasen í fleiri ár seldi hundraðtals sendingar av ótollaðum vørum 69 ára gamli Páll Hansen, sum framdi so grovan harðskap móti einum 61 ára gomlum manni, at hann doyði av harðskapinum, fekk seks ára fongsulsrevsing. Páll Hansen er harafturat dømdur fyri at fara frá manninum, sum hann stakk, uttan at hjálpa honum ella senda boð eftir hjálp. Og hann er dømdur fyri ólógliga at fara inn í íbúðina hjá tí 61 ára gamla manninum. Hann fór inn gjøgnum altandyrnar, hurðin var ikki læst. Báðir menninir búðu í sama húsi í Marknalíð í Havn. Tann 61 ára gamli maðurin leigaði frá Pálli Hansen, men skyldaði honum húsaleiga fyri nakrar mánaðir. Hann var í fyrsta lagi ákærdur fyri dráp og í øðrum lagi fyri serliga grovan harðskap, sum gjørdi, at tann 61 ára gamli maðurin doyði av knívsstungu, sum kvetti ein lívæðr í bringuni. Nevningatingið tók fyrilit fyri, at 69 ára gamli Páll Hansen var undir trýsti og ikki so væl fyri sálarliga, tá hann framdi tað, sum hann nú er dømdur fyri. Og nú hevur Pedagogfelagið eisini nokta sínum limum, sum longu arbeiða á einum av teimum 4 forskúlunum í landinum, at fara til arbeiðs komandi skúlaár. Veiðugjaldið á makreli skal hækkast við 25 oyrum til eina krónu fyri kilo og gjaldið á Norðhavssild við 15 oyrum til 50 oyru fyri kilo. Fiskimálaráðið hevur spurt Fiskivinnuráðið, um tilfeingis gjaldið á sild og makrel skal hækka. Tað vil Fiskivinnuráðið ikki taka støðu til, men heldur tað ikki vera rætt, at tørvur landskassans skal vera ein treyt fyri, hvussu høgt ella lágt tilfeingisgjaldið er. Í Danmark gjørdist Dansk Folkeparti størsti flokkur, við 26,6 prosentum av atkvøðunum. Í Fraklandi vann høgravíðgongdi flokkurin Front National og fekk 25 prosent av atkvøðunum. Í Bretlandi gjørdist flokkurin UK Indepence Party UKIP, sum er ímóti ES, tann størsti við 27 prosentum. Eisini í fleiri ørðum londum vóru høgra flokkar, og flokkar, ið er skeptiskir í mun til ES, frammarlaga á valinum. Men flokkarnir fáa kortini ikki meirluta í ES tinginum. Bretski forsætisráðharrin heldur, at hetta vísur, at fólkið vil hava broytingar. 69 ára gamli Páll Hansen, sum framdi so grovan harðskap móti einum 61 ára gomlum manni, at hann doyði av harðskapinum, fekk seks ára fongsulsrevsing. Páll Hansen er harafturat dømdur fyri at fara frá manninum, sum hann stakk, uttan at hjálpa honum ella senda boð eftir hjálp. Og hann er dømdur fyri ólógliga at fara inn í íbúðina hjá tí 61 ára gamla manninum. Hann fór inn gjøgnum altandyrnar, hurðin var ikki læst. Báðir menninir búðu í sama húsi í Marknalíð í Havn. Tann 61 ára gamli maðurin leigaði frá Pálli Hansen, men skyldaði honum húsaleiga fyri nakrar mánaðir. Hann var í fyrsta lagi ákærdur fyri dráp og í øðrum lagi fyri serliga grovan harðskap, sum gjørdi, at tann 61 ára gamli maðurin doyði av knívsstungu, sum kvetti ein lívæðr í bringuni. Nevningatingið tók fyrilit fyri, at 69 ára gamli Páll Hansen var undir trýsti og ikki so væl fyri sálarliga, tá hann framdi tað, sum hann nú er dømdur fyri. Lógin um gjøldini á makreli og norðhavssild skal broytast, tí ætlanin er at hækka veiðigjøldini á makreli og norðhavssild í lógini, sum varð samtykt í fjør. Nevndin fer at skriva álit um uppskotið til samtyktar hjá Johan Dahl, landsstýrismanni, um at fáa tríggjar løgtingslimir at kanna Eik Grunnin og eftirlitið við grunninum árini 2002 til 2010. Nevndin fer at mæla til eisini at kanna lutin hjá Skráseting Føroya, sum hevur eftirlit við vinnurekandi grunnum, eftir 2010 fyri at fáa greiðu á, hví fyrningarfreistin beindi fyri møguleikanum at fara í rættin við teimum, sum stýrdu Eik Grunninum. Vinnunevndin hevur eisini uppskotið hjá Jacob Vestergaard, landsstýrismanni, um havrannsóknarskipið, sum privat skulu byggja og síðani leiga landsstýrinum. Í morgun vóru tveir spurningar svaraðir. Fyrri var, um tað er neyðugt at hava pass, tá eitt virkið sendur fólk til Føroyar í styttri tíð í arbeiðsørindum. Seinni spurningurin snúði seg um ferðastuðul hjá føroyingum, sum lesa í Noregi. Annita á Fríðriksmørk, sum er ráðgevi hjá Halló Norðurlond, svarar spurningunum. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, er farin til Íslands, har stjórnarleiðararnir í Norðurlondum hava sín árliga várfund. Fundurin er í dag á Akureyri. Svenski forsætisráðharrin, Fredrik Reinfeldt, væntar, at valúrslitið fer at gera tað torførari at finna semjur um kósina hjá ES í framtíðini. Íslendski forsætisráðharrin, Sigmundur Davíð Gunnlaugsson, sigur, at valúrslitið prógvar, at ES hevur undirtøku hjá støðugt færri fólkum í limalondunum. Á ES valinum fingu flokkar, sum ivast í dygdunum hjá ES og eru fíggindaliga sinnaðir móti útlendingum, stóra undirtøku, eisini í Norðurlondunum. Trygdar og verjumál vórðu eisini viðgjørd í gjár. Finnland hevur nú fingið størri áhuga fyri verjusamstarvi millum Norðurlondini. 17.juni hittast løgmaður, Helle Thorning Schmidt, forsætisráðharri, og Aleqa Hammond, landsstýrisforkvinna, aftur, tá á ríkisfundi í Føroyum. Áðrenn valhølini lótu aftur sunnudagin, kunngjørdi Petro Porosjenko, at hann er nýggjur forseti í Ukraina. Men nú er almenna úrslitið komið, og Porosjenko hevur vunnið, váttar formaðurin í ukrainsku valnevndini. 48 ára gamli ríkmaðurin, sum er best kendur undir heitinum sjokulátukongurin, lá leingi á odda í veljarakanningunum upp undir forsetavalið. Russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, sigur, at Russland er til reiðar at taka upp samband við Petro Porosjenko, skrivar Reuters. Lavrov ávarar kortini ímóti, at Ukraina fer at herða stríðið móti vápnaðu loysingarmonnunum har eysturi í landinum. Porosjenko sigur, at hann vónar at hitta umboð fyri russisku stjórnina fyrrapartin í juni. Eisini fyrrverandi ukrainski forsetin, Viktor Janukovitj, sum í februar rýmdi av landinum, sigur, at hann virðir valið av Petro Porosjenko til forseta. Janus Mohr hevur alt lívið búð í Hoyvík. Hann fylgir væl við øllum lívi uttan um seg og hann er ein gløggur eygleiðari í náttúruni. M.a. samskiftir hann við grágæsnar, sum vitja trúliga í Hoyvík. Janus hevur tríggjar kettur, og nú er hann farin at skriva dagbók um framferðina hjá kettunum. Janus Mohr vitjar javnan á Sjósavninum á Argjum, har vit støkka inn á gólvið saman við honum. Hans Eli Sivertsen greiðir frá framsýningini um, hvussu langa tíð tað tekur náttúruni at bróta niður lutir, ið vit tveita frá okkum. Bjørki Geyti greiðir frá taralonguni, ið varð funnin í Klaksvík. Kristianna Jensen í Kvívík hevur ein urtagarð við føroyskum plantum burturav. Hon hevur 75 sløg í garðinum og nógvar plantur hava sína søgu. Vit vitja eisini eitt spildur nýtt og stórt seyðahús, sum stóri ognarhagin í Kvívík hevur gjørt omanfyri bygdina. Niclas Joensen er røktingarmaður í ognarhaganum, og hann sigur okkum frá hesum framkomna seyðahúsi. Kirkjan í Hósvík verður umbygd og útbygd og Janus kennir væl arbeiðsformannin Hanus Kastalag, ið lýsir fyri okkum tað umfatandi arbeiðið. Samstundis greiðir Janus Mohr frá bókini, sum kemur út um stutta tíð um allar kirkjuklokkur, allar altartalvur og øll skip og bátar, ið hanga í okkara kirkjum. Janus hevur havt tætt samstarv við fotografin Kalmar Lindenskov í sambandi við bókina. Kalmar og konan Jóhild búgva inni í Firði í Kollafirði, og har hava tey bæði ross, gæs og dunnur. Og hjúnini greiða eisini frá einum serligum drykki við hvonn og øðrum vøkstri, millum annað hømiliu og steinamosa, sum hevur styrkt imunverjuna hjá Kalmari. Hann hevur havt krabbamein og varð lektur í Íslandi. Har frætti hann um hendan serliga drykkin, og hann drekkur eitt glas hvønn morgun og hevur ikki havt krím síðani. Onnur er avlurtingarlógin, sum skal lætta um hjá løgregluni at kanna fólk, sum eru undir illgruna. Talan er um broyting í rættargangslógini fyri Føroyar. Hin lógin er útlendingalógin, sum skal broytast, so tað verður høgligari hjá føroyskum byggifyritøkum at fáa handverkarar úr ES til Føroya at arbeiða. Tá lógarbroytingin er komin í gildi, ber til at fáa faklærda arbeiðsmegi úr ES, so leingi arbeiðsloysið í Føroyum ikki fer upp um seks prosent. Í galdandi lóg er markið hálvt fjórða prosent. Í morgin fer árligi leiklistaskúlin í gongd. Undirvíst verður í sceonografi, leikstjórn, leiklist og at skriva til pall. MÁF hevur lagt seg eftir at hava góðar undirvísarar, soleiðis at næmingarnir fáa nøkur amboð og eina uppliving við sær heim. Eir í Ólavstovu fyriskipari og Sigrun Valbergsdóttir, sum skal undirvísa í leikstjórn vitjaðu í útvarpstovuni í morgun. Tær siga at enn er pláss eftir til scenografi, sum navnframi Sámal Blak skal undirvísa í. Danir røkja føroysk áhugamál illa í makrel og sildastríðnum við ES og í uttanríkispolitikki sum heild. Men meirilutin heldur, at Føroyar skulu verða verandi í ríkisfelagsskapinum. Meirilutin av teimum spurdu heldur, at fólkatingsumboðanin skal halda fram. Annarhvør sær donsku grundlógina sum sína grundlóg, men annarhvør vil hava egnu stjórnarskipan. Kanningin vísir eisini, at fólk halda, at sosialar veitingar eru betri í Danmark enn í Føroyum. Tað hevur størri týdning at duga enskt betur enn danskt, men tey spurdu svara, at tey duga betur danskt. Fólk eru tvíbýtt í spurninginum um almenna sølu av fiskirættindum, hóast ein lítil meiriluti er fyri. Og føroyingar eru ivasamir, tá teir verða spurdir, um Føroyar skulu verða tættari knýttar at ES enn nú. Sjúrður Skaale hevur eisini latið gera eina kanning, hvør avleiðingin hevði verið fyri føroyska fiskivinnu, um Føroyar vóru við í ES. Nú eru øll tónleikanøvnini klár, sum skulu spæla á Country og Blues festivalinum í Sørvági um góðar tríggjar vikur. Tey síðstu nøvnini vórðu avdúkað í morgun, og talan var bert um føroyskt nøvn. Nýggju nøvnini Vintage Four Menh Eivind amp Vinmenn Blátt Gras BBIW Best Band in the World ungdómsorkestur frá musikkskúlanum í Vágum Country amp Blues Jam Fyriskipararnir Súni Selfoss og Maria Samson siga at undirtøkan fyri festivalinum hevur verið góð inntil víðari. Men sum nú er hava tey ikki pláss fyri fleiri húsvognum. Og tiltakið fyri pensionistar hóskvøldið á festivalinum er um at verða útselt. Skráin fyri festivalin varð løgd fram í morgun, hoyr hvat Súni Selfoss og Maria Samson søgdu um skránna. Fregnartænastan sigur, at grundaður illgruni er um, at tveir av teimum skuldsettu hava verið í Sýrialandi. Løgreglan heldur, at teir skuldsettu er ein hóttan móti Noregi og tess sameindu, men teir eru ikki skuldsettir fyri yvirgang móti norskum málum. Í februar var ein maður, sum er norskur ríkisborgari, men av pakistanskum uppruna, tikin í floghavnini í Oslo. Sambært ákæruvaldinum hevði hann verið í Sýrialandi og havt samband við yvirgangsfelagsskapir har. Tað er fyrstu ferð, at norskir myndugleikar hava skulsett ein norskan ríkisborgara fyri at hava framt yvirgangsatsóknir í Sýrialandi. Menninir vórðu varðhaldsfongslaðir í fýra vikur beint eftir páskir. Varðhaldsfongslingin varð longd 14 dagar fyri einari viku síðani. Annar maðurin hevur játtað, at hann framdi ránið móti einum starvsfólki í SMS. Starvsfólkið skuldi lata tríggjar taskur við pengum frá matstovunum í SMS í samdøgursboksina hjá BankNordik í Húsagøtu í Havn seint annað páskakvøld. Tveir aðrir menn vórðu eisini tiknir í sambandi við ránið, men teir vórðu ikki varðhaldsfongslaðir. Og sum skilst verða teir heldur ikki ákærdir fyri ránið. Bara ein kreditorur er í trotabúnum Eik Grunnurin, og hann er Eik Banki. Kravið hjá Eik Banka er 340 milliónir krónur Og trotabúgvið hevur okkurt um 3,2 milliónir at lata Eik Banka. Býtispeningurin er bara 0,9 prosent. Trotabúgvið fekk eisini eitt krav afturat, 645.000 krónur, frá Skráseting Føroya. Men bústjórin, Christian Andreassen, góðtók ikki hetta kravið. Skrásetingin krevur pengarnar fyri granskingina av Eik Grunninum. Sambært grunnalóggávuni skal ein grunnur, sum verður granskaður, sjálvur rinda granskingina, men grunnamyndugleikin, í hesum førinum Skráseting Føroya, leggur pengarnar út. Eitt annað trotabúgv verður eisini endað í Skiftirættinum í næsta mánað. 24. juni verður seinasti skiftafundur um smápartafelagið Bring, ella Dimmalætting. Heldur ikki har er nógv at býta millum teirra, sum hava fingið krøv síni móti trotabúnum góðkend í Skiftirættinum. Býtispeningurin er góð 2,8 prosent. Á fundinum umrøddu tær millum annað møguleikar fyri øktum samstarvi innan fíggingarvirksemi eitt nú í orku og kervisútbyggingum. Eisini var samstarv innan e handil umrøtt, og spurningurin um hvussu marknaforðingar kunnu beinast av vegnum. Við á fundinum vóru sendifólk og ein svensk vinnusendinevnd umboðandi tíggju stórar svenskar fyritøkur. Millum fyritøkurnar teljast Fiskarf reningen Norden, NCC, NIBE, Orkla Foods Sverige, Saab, SEB og Volvo. Málið upp um boykottið hjá ES, sum sambært løgmannsskrivstovuni er størsta vinnuliga marknaforðingin hjá føroyskum vinnulívi, var eisini á fundarskránni. Annika Olsen segði eftir fundin í Tinganesi, at partarnar vóru sinnaðir at loysa avbjóðingar hjá londunum báðum. Fundurin ber boð um eitt gott og konstruktivt samstarv millum Svøríki og Føroyar. Í dag fer Ewa Bj rling millum annað at seta Javnstøðuráðstevnu í Norðurlandahúsinum, umframt at hon saman við sendinevndini luttekur á Vinnulívsseminari í Norðurlandahúsinum. Seinnapartin vitjar ráðharrin millum annað í Løgtinginum, har hon hevur fund við norðurlandaráðslimirnar og landsstýrismannin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard Lyon and The Colorstorm eru Lyon Hansen sang og gittar , Esmar Palli Fagraberg gittar , Niels Petur Fagraberg trummur og Rógvi Johannesen bass Í sjónvarpsssendingini Tollmálið í gjárkvøldið kom millum annað fram, at landsstýrismaðurin segði ósatt á tíðindafundinum í Miðlahúsinum í vetur. Rodmundur Nielsen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, sigur, at málið um Jørgen Niclasen verður viðgjørt í Fólkaflokkinum skjótast til ber. Kringvarpið skilir, at andstøðuflokkarnir fara at seta seg saman nú seinnapartin at viðgera, hvat andstøðan skal gera, tá tingfundur verður aftur í morgin. Dómarin hevur sett navnaforboð í málinum, men Brian Holm valdi sjálvur at stíga alment fram á einum tíðindafundi í dag. Á fundinum segði hann við miðlarnar Eg vil ikki látast sum onki er, og tí velji eg at stíga fram alment. Hetta hóast advokaturin hjá mær hevur sagt við meg, at eg ikki skal siga nakað. Brian Holm noktar seg sekan, men meira vil hann ikki siga, skrivar dr.dk. Danski súkklarin Brian Holm er ákærdur fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á eina ómyndiga gentu. Ákæran var reist tann 15. mai, men løgreglan hevur ikki funnið nóg góð prógv til at varðhaldsfongsla hann. Tað er tí óvist, um løgreglan fer at reisa ákæru ímóti Brian Holm, ella taka sakarmálið aftur. Løgreglan ger í løtuni rannsóknir í málinum. Vinnandi bólkurin er samansettur av Lyon Hansen, ið hevur verið partur av føroyska tónleikapallinum í nøkur ár, og so bólkinum Nikolinas Rage úr Vágunum, sum nú hevur tikið navnabroyting til The Colorstorm. Samstarvið var upplagt, tí Lyon Hansen, ið er ættaður við Gøtugjógv, er búsitandi í Sandavági, har unnusta hansara er ættað og hann arbeiðir sum stuðul. Lyon and The Colorstorm eru Lyon Hansen sang og gittar , Esmar Palli Fagraberg gittar , Niels Petur Fagraberg trummur og Rógvi Johannesen bass . Hóast tað er greitt, at fleiri milliónir krónur fara at resta í til serviðgerð uttanlands í ár, so kemur eingin umbøn um eykajáttan fyrr enn í august. Tað er greitt eftir landsstýrisfundin í gjár. Orsøkin er, at fleiri upphæddir eru nevndar, og tí vil landsstýrið hava tíð at umrøða støðuna, so játtanin fer at halda, samstundis sum ætlanin er at tryggja, at játtanin til serviðgerð uttanlands heldur í framtíðini. Heilsumálaráðið hevur biðið um sjey milliónir krónur í eykajáttan til serviðgerð uttanlands. Málið var fyri á landsstýrisfundi í gjár, og har var niðurstøðan, at neyðugt er at greina viðurskiftini neyvari, og so biðja um eykajáttan í august. Fleiri upphæddir eru nevndar, sum fara at resta í, úr fýra upp í 10 milliónir krónur. Tí er neyðugt at fáa greiðu á, hvør veruliga upphæddin er, áðrenn biðið verður um eykajáttan. 137 milliónir krónur eru settar av til serviðgerðir uttanlands í ár, so nóg mikið av peningi er til at tann parturin av heilsuverkinum kann virka. Føroyska heilsuverkið sendir í meðal 1200 fólk av landinum til serviðgerð hvørt ár, vísir eitt innlit, sum kringvarpið hevur fingið. Tey 1200 noyðast í meðal tvær ferðir av landinum um árið at fáa viðgerð, og annarhvør hevur ein fylgjara við sær uppá landsins rokning. Játtanin er vaksin støðugt seinastu 10 árini, og tað hevur elvt til alment kjak, um viðgerðirnar ikki kunnu gerast bíligari, ella kunnu gerast í Føroyum. Av tí at viðurskiftini eru so ógreið, og fleiri upphæddir eru nevndar, heldur landsstýrið tað vera best at greina støðuna, og so biðja um eykajáttan í august. Hetta tíðarskeiðið skal eisini nýtast til at royna at tryggja, at útreiðslurnar til serviðgerð uttanlands fara at halda í framtíðini. Kann Jørgen Niclasen ikki avsanna tað, ið kom frá í sendingini Tollmálið, má hann leggja frá sær, heldur Helgi Abrahamsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin. Hoyr alla samrøðuna við tingmannin. Børnini hava langa summarfrítíð, og foreldrini hava ikki altíð møguleika at hava frí saman við børnunum allar sjey vikurnar, tí skipar Margarinfabrikkin fyri summarskúla í viku 27. Dentur verður lagdur á tað skapandi innihaldi í verksmiðjunum. Vit fara at vísa børnunum, at tilgongdin og sambandið við onnur børn, er meira umráðandi, enn endaliga úrslitið , skrivar fabrikkin í tíðindaskrivi. Børnini eta hvønn dag morgunmat og frokost saman, og fáa sostatt høvi at fáa nýggjar vinir og læra onnur børn at kenna við øðrum áhugamálum, sigur Margarinfabrikkin. 69 ára gamli Páll Hansen, sum framdi so grovan harðskap móti einum 61 ára gomlum manni, at hann doyði av harðskapinum, fekk seks ára fongsulsrevsing. Tað var revsingin, sum ákæruvaldið kravdi. Fer neyvan at kæra dómin Páll Hansen er harafturat dømdur fyri at fara frá manninum, sum hann stakk, uttan at hjálpa honum ella senda boð eftir hjálp. Og hann er dømdur fyri ólógliga at fara inn í íbúðina hjá tí 61 ára gamla manninum. John Kølbæk, ákæri, tekur dómin til eftirtektar, og hann væntar ikki, at revsingin verður kærd. Jógvan Páll Lassen, verji hjá Pálli Hansen, sigur, at teir fara ikki at skjóta revsingina inn fyri Hægstarætt. Hann er serliga fegin um, at ákærdi maðurin er fríkendur fyri dráp. Óluva Zachariasen tosaði við John Kølbæk, ákæra, og Jógvan Páll Lassen, verja. Mikudagin fer Uffe Elbæk, fyrrverandi mentamálaráðharri og limur í flokkinum De radikale , at leggja fram ætlaninar við flokkinum. Við miðlarnar sigur hann í dag, at , Um vit vilja, at børn og abbabørn okkara skulu hava somu møguleikar, sum vit hava havt, so kunnu vit ikki framvegis lata eyguni aftur. Samfelag okkara er á veg út av eggini við okkara yvirforbrúki og skilaleysu nýtlsu av tilfeinginum á jørðini. Uffe Elbæk varð 5. desember 2012 koyrdur frá sum mentamálaráðharri, og samstundis tók Marianne Jelved yvir tann sessin. Hetta hendi eftir nógvum atfinningum av fleiri tiltøkum á skúlanum AFUK, har hann hevði verið í skúlastýrinum. Kunngerð er lýst, sum gevur útróðrarbátum í bólki 5, sum eru bátar undir 15 tons, møguleika at royna á Føroya Banka í samanlagt 70 fiskidagar, tað sum er eftir av hesum fiskiárinum. Føroya Banki hevur verið friðaður fyri allari veiðu seinastu árini. Í lógini hevur landsstýrismaðurin tó heimild at loyva tíðaravmarkaðari veiðu við snellu, snøri ella tráðu. Bátar, ið ætla sær á Føroya banka í ár, skulu søkja Vørn um fiskiloyvi. Bátar, sum longu hava søkt, nýtast ikki at søkja av nýggjum. Frágreiðingin sigur eisini, at miðalklassin veksur, tí fleiri og fleiri íbúgvar í menningarlondunum nema sær útbúgving og fáa sum frá líður betri arbeiði. Serliga í Asia veksur miðalklassin. Men hóast miðalklassin veksur í menningarlondunum, livir ein stórur partur av heiminum í fátækradømi. Hannibal og horvni hundurin er ein søga um ein hund, sum ikki er ein rættiligur hundur, ein ísmann, sum ikki er ein rættiligur ísmaður og um eina mammu, pápa og drong, sum gerast rættiligir detektivar. Kim Fupz Aakeson skrivaði. Borghild Sjúrðarberg týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Nám góvu út í 2008. Elin á Rógvi lesur og Leivur Thomsen ger ljóðmyndina. Søgan er í sjey pørtum. Hannibal og horvni hundurin er ein søga um ein hund, sum ikki er ein rættiligur hundur, ein ísmann, sum ikki er ein rættiligur ísmaður og um eina mammu, pápa og drong, sum gerast rættiligir detektivar. Kim Fupz Aakeson skrivaði. Borghild Sjúrðarberg týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Nám góvu út í 2008. Elin á Rógvi lesur og Leivur Thomsen ger ljóðmyndina. Søgan er í sjey pørtum. Hannibal og horvni hundurin er ein søga um ein hund, sum ikki er ein rættiligur hundur, ein ísmann, sum ikki er ein rættiligur ísmaður og um eina mammu, pápa og drong, sum gerast rættiligir detektivar. Kim Fupz Aakeson skrivaði. Borghild Sjúrðarberg týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Nám góvu út í 2008. Elin á Rógvi lesur og Leivur Thomsen ger ljóðmyndina. Søgan er í sjey pørtum. Hannibal og horvni hundurin er ein søga um ein hund, sum ikki er ein rættiligur hundur, ein ísmann, sum ikki er ein rættiligur ísmaður og um eina mammu, pápa og drong, sum gerast rættiligir detektivar. Kim Fupz Aakeson skrivaði. Borghild Sjúrðarberg týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Nám góvu út í 2008. Elin á Rógvi lesur og Leivur Thomsen ger ljóðmyndina. Søgan er í sjey pørtum. Hannibal og horvni hundurin er ein søga um ein hund, sum ikki er ein rættiligur hundur, ein ísmann, sum ikki er ein rættiligur ísmaður og um eina mammu, pápa og drong, sum gerast rættiligir detektivar. Kim Fupz Aakeson skrivaði. Borghild Sjúrðarberg týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Nám góvu út í 2008. Elin á Rógvi lesur og Leivur Thomsen ger ljóðmyndina. Søgan er í sjey pørtum. Flest hava roynt hamp. Út av teimum 741 milliónunum, sum búgva í Evropa, hava 18,1 millión roynt hamp tað síðsta árið. Tað eru 5,3 prosent av øllum evropearum í aldrinum 15 til 64 ár. Av teimum sterkaru rúsevnunum hava 3,1 milliónir roynt kokain, 1,5 millión hava tikið amfetamin, og 1,6 millión hava fingist við ecstasy. Bergen Swim Festival 2014 er liðugur, og teir tríggir føroyingarnir Pál Joensen, Magnus Jákupsson og Frans Johannesen stóðu seg væl. Teir svumu 12 ferðir, komu í 9 finalur, og svumu sum heild betri enn sína styrkismeting. Tað stendur at lesa á svimjing.com. Pál vann gull í 400 frí, meðan Magnus vann silvur í 50 rygg, og bronsu í 100 og 200 rygg. Pál svimur fyri Føroyar, meðan hinir báðir svimja fyri Danmark. Í Brunsj prátar Eyðfinn Jensen við Jannie um millum annað vegin til forsetasætið í IBSA og dagligu avbjóðingarnar hjá blindum í dagsins samfelag. Margarinfabrikkin fer aftur til gomlu røturnar, tá ið børn spældu úti, ístaðin fyri við telduskermar. SummarNám kallast ein stuttligur og øðrvísi summarskúli, sum Margarinfabrikkin í Havn skipar fyri í vikuni frá 30. juni til 4. juli fyri børn í 2. flokki til 5. flokk. Beinta Clotier er fyriskipari av tiltakinum. Hon heldur, at tað er týdningarmikið, at børnini hava møguleika at fáa avbjóðingar uppá tann gamla mátan aftur. NCC er í Føroyum saman við fleiri øðrum svenskum fyritøkum og svenska vinnumálaráðharranum. Millum fyritøkurnar er eisini vinnulívsbankin SEB, og hann vil somuleiðis upp í part í undirsjóvartunlunum. NCC stóð fyri arbeiðinum at gera hinar báðar undirsjóvartunlarnar, og SEB kennir eisini til føroysk viðurskifti, tí vinnilívsbankin fíggjar ein stóran part av íløgunum hjá SEV. Bergur Poulsen, nevndarformaður í partafelagnum Eystur og Sandoyartunlar, sigur, at hann fer at tosa við fleiri fyritøkur, og tað ikki avgjørt er ein fyrimunur, at eitt felag hevur arbeitt í Føroyum fyrr. Í gjár og í dag er ráðstevna í Norðurlandahúsinum um javnstøðu kynjanna millum. Eitt av stóru málunum, ið verða við gjørd, er spurningurin um lágløntar kvinnur, sum almennir arbeiðsgevarar noyða at arbeiuða niðursetta tíð. Fleiri kvinnur enn menn manna lægst løntu størvini, og nógvar av hesum kvinnum, serliga á heilsuøkinum, arbeiða niðursetta tíð, hóast tær kundu hugsað sær at arbeitt meira. Tað hava sviar sjálvir kent sviðan av og kanna og samanborið við grannalond síni. Føroyska kvotan av Norðhavssild verður minni í ár enn í fjør, tí stovnurin er í minking, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður. Men tað kann verða ein vinningur fyri Føroyar, at sildakvotan minkar, tí so fer kanska at bera til at sleppa av við ES boykottið. Um dómurin verður kærdur til Hægstarætt, er vandi fyri, at revsingin verður harðari. Tí fara vit ikki at kæra dómin, sigur Jógvan Páll Lassen, verji Umframt seks ára fongsulsrevsing, skal tann dømdi rinda sakarmálskostnaðin og góðar 27.000 krónur í endurgjaldi til sonin hjá 61 ára gamla manninum, sum doyði. Danska uttanríkisráðið mælir øllum donskum ríkisborgarum, sum ferðast til Teiland, at skráseta seg á einum lista hjá borgaratænastuni í ráðnum. Símun Poulsen var staddur umborð á fiskiskipi, tá hann small um við blóðtøppi í hjartanum. Hann lá nógvar dagar uttan vit, og tá hevði hann eina nær deyðanum uppliving. Ónevnd kvinna sigur frá stórari skurðviðgerð. Tá hon skuldi fara heimaftur, varð hon brádliga illa sjúk, og hevði tá eina nær deyðanum uppliving. Føroysku peningastovnarnir hava ikki fingið at vita frá NETS, hvør orsøkin er til at kortini eru sperrað, men tað er av trygdarávum, sigur Súni Schwartz Jacobsen stjóri í Eik banka. Og fólk mugu brynja seg við toli, tí tað tekur eina til tvær vikur at fáa nýggj kort til vega. Súni Schwartz Jacobsen leggur aftrat at eru fólk varug við okkurt óvanligt á kontum sum hoyra til kortið, eiga tey at boða peningastovninum frá. Andstøðuflokkarnar hava tosa saman um málið um Jørgen Niclasen, og ein avgjørdur møguleiki er, at misálit verður lagt fram móti landsstýrismanninum í fíggjarmálum á tingfundinum í dag. Tað segði Poul Michelsen úr Framsókn við úrvarpið í gjár. Støður eru, har ein eigur at leggja misálit fram, hóast tað ikki er vist, at tað verður samtykt , legið hann aftrat. Hon var klokkan tíggju í gjárkvøldið send við flogfari til Danmarkar til kanningar. Læknarnir boðaðu frá, at gentan hevur fingið skaða, men at støðan var stabil. Løgreglan sigur, at gentan var einsamøll eftir á einum hamara, eftir at hini vóru sigin niður. Tveir endar hingu niður fyri hamaran. Gentan tók í annan endan, sum var leysur, og datt útav. Sjálvt fallið var einar 15 metrar. Men har er rættiliga bratt, og umframt sjálvt fallið, bóltaði hon einar 25 30 metrar oman gjøgnum brekkuna. Løgreglan fekk boðini stutt fyri klokkan 17 í gjár, og setti alt fyri eitt bjarging í verk. Verjuskipið Triton hevði venjing um tað mundið, og tyrlan fór alt fyri eitt av verjuskipinum við lækna á staðið. MRCC, løgreglan, fólk frá sjúkrabili og bóndin í Norðradali vóru eisini við í bjargingini. Tyrlan av Triton var á staðnum fimm korter eftir óhappið, og flutti gentuna á Landssjúkrahúsið. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sigur við Vágaportalin, at ein setningur á einum troyttandi og longum tíðindafundi um eitt 20 25 ára gamalt mál, vikar ikki álitisspurningin hjá flokslimunum . Landsstýrismaðurin, Jørgen Niclasen, sigur sjálvur í einum skrivi, at tað var eitt mistak , at ávís skjøl ikki vórðu løgd fram á tíðindafundinum í januar í ár, sum Kringvarpið vísti í sendingini Tollmálið. Tey skjølini vístu eina andsøgn millum tað, ið landsstýrismaðurin segði á tíðindafundinum, og tað, sum í roynd og veru er farið fram. Í skrivinum sigur Jørgen Niclasen, at hann harmast um, at umrøddu skjølini ikki vórðu nevnd. Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkin, sigur við útvarpið í morgun, at enn er ikki greitt, um andstøðan fer at leggja uppskot um misálit fram. Seinast, Javnaðarflokkurin var við at leggja uppskot um misálit fram í tinginum, atkvøddu ikki øll í Javnaðarflokkinum fyri uppskotinum. Í tíðindaskrivi verður sagt, at tilfeingisgjaldið er ein órímiligur og óproduktivur eykaskattur, sum hvørki er burðardyggur ella gagnligur fyri samfelagið, og sum samstundis kann umboða eina hóttan móti tilverugrundarlagnum hjá fiskivinnuni. Tað tykist í hesum sambandi mestsum burturgloymt at samhaldsfesti, ágrýtni og góður sjómansskapur hava verið og framvegis eru hornasteinar undir okkara virksemi. Føroyska fiskivinnan er ikki komin sovandi til vunnin veiðirættindi, og tey eiga á ongan hátt at verða tulkað sum gávugóðs frá tí almenna , verður sagt í skrivinum. Víst verður á, at sambært Hagstovuni var 2013 metár, tá talan er um útflutning av fiskavørum. Útflutt var fyri slakar 5,8 milliardir krónur, harav var helvtin frá aldum fiski. Sagt verður, at skal hugtakið ogn Føroya fólks tulkast soleiðis, at landið má taka mest møguligt av gjaldi í fyrsta liði fyri veiðirættindi, so er orðingin í stríð við áhugamál samfelagsins og eigur tískil at verða strikað ella broytt. At gera beinleiðis inntøkur til landskassan til fremsta politiska endamál er at vilja máa búskaparliga støðið undan samfelagnum. Skilabetri man vera at lata vinnuna fáa sum frægast burturúr, soleiðis at neyðugar inntøkur til tað almenna kunnu fáast úr fleiri liðum , stendur í tíðindaskrivinum. At leggja eykaskatt á fyrsta lið gjøgnum tilfeingisgjald er í longdini sum at skjóta seg sjálvan í fótin, og minni fæst burturúr tá samanum kemur , siga Fiskimannafelagið, Føroya Skipara og Navogatørfelag og manningarnar á uppsjóvarskipunum millum annað í tíðindaskrivinum. Fyri gott 50 árum síðan tað var í januar 1964 bleiv Faroe Airways sett á stovn og fleyg fyrstu ferð í mars mánað sama ár. Flogovasti í nýggja felagnum, var danin Niels O. Studstrup, sum nú er í Føroyum, at halda fyrilestur um Faroe Airways tíðina frá 1964 til 1967. Studstrup sigur, at felagið hevði keypt tvey Fokker Friendship flogfør, tá boð komu úr Danmark, at felagið ikki slapp at røkja føroyaflúgvingina longur. Sands kommuna hevur seinastu tíðina framt umvælingar í gamla skúlanum í bygdini, sum nú er settur í stand til at hýsa ungdómin í Sandoynni. Innbúgv, tónleikaútgerð og annað ítriv er fingið til vega til nýggja ungdómshúsið, og í kvøld verður almen móttøka í ungdómshúsinum. Ungdómshúsið hevur longu verið opið í einar tríggjar vikur, og undirtøkan hevur verið stór, sigur Petrina Nolsøe leiðari av ungdómshúsinnum. Umleið 40 ung hava leitað sær inn í ungdómshúsið hvørt kvøld hesar fyrstu tríggjar vikurnar, leggur hon aftrat. Royndarverkætlanin skal eftirmetast Higartil er ungdómshúsið eitt royndarverkætlan, og ætlanin er at eftirmeta verkætlanina eftir summarfrítíðina. Ungdómshúsið er ætlað øllum børnum í Sandoynni frá 4. flokki og upp til tey eru 18 ár, og er opið hvønn gerandisdag frá klokkan seks til klokkan tíggju um kvøldið, fríggjakvøldið til klokkan tólv. Hví fóru ótollaðar vørur framvegis av goymsluni hjá N. Niclasen, eftir at stjórin í felagnum Jørgen Niclasen í september 1992 varð gjørdur varugur við, at tollkrediturin var strikaður Hví segði Jørgen Niclasen ósatt á tíðindafundinum í Miðlahúsinum 15. januar, tá hann legði dýran fyri, at eingin vøra fór ótollað av goymsluni eftir fundin við myndugleikarnar í september 1992 Og hví er tað ikki fyrr enn nú 4 mánaðir eftir at bæði portalurin og Dagur og Vika gjørdu vart við, at hann segði ósatt á tíðindafundinum at Jørgen Niclasen svarar Hesir tríggir spurningar standa enn ósvaraðir, hóast Jørgen Niclasen í gjárkvøldið sendi út skrivligt aftursvar til orrustuna, ið er íkomin eftir, at sjónvarpið vísti sendingina Tollmálið mánakvøldið. Í aftursvarinum viðurkennir Jørgen Niclasen, at skjøl frá 1993 vísa, at felagið hevur fingið góðsfráboðanir uppá skyldugan toll, og at tollvaldið á eftirlitsvitjanum hevur staðfest, at vørur vórðu útflýggjaðar, sum ikki vóru tollavgreiddar. Men hví vørurnar framhaldandi fóru ótollaðar av goymsluni eftir 1992, hetta eftir, at Jørgen varð gjørdur varugur við, at tollkreditturin var uppsagdur , stendur einki um í skrivinum. Víðari skrivar Jørgen Niclasen, at tað er rætt, at rykkjarskriv ikki vóru tikin við í bunkan av útvaldu innlitunum, sum vórðu handað á tíðindafundinum í Miðlahúsinum, og hetta harmast hann um. Hví advokaturin, Christian Andreasen ikki tók tey við, og hví Jørgen Niclasen í fleiri førum segði, at eingin ótollað vøra fór av goymsluni eftir 1992, tað veruleikin var ein annar, fáa vit heldur einki svar uppá í aftursvarinum. Hví Jørgen Niclasen ikki hevur harmast ella rættað mistakið fyrr tá ið fjølmiðlar tvær vikur eftir gjørdu honum vart við hetta men tvørtur ímóti rann undan og lat advokatin hótta kringvarpsleiðsluni fongsulsrevsing fyri ærumeiðing, er eisini nakað, sum enn hongur ósvarað í luftini. Eg havi fult álit á Jørgeni Niclasen, og Sambandsflokkurin fer ikki at atkvøða fyri einum misáliti á landsstýrismannin í fíggjarmálum , sigur Kaj Leo Holm Johannesen við in.fo Og hóast Jørgen Niclasen hevur viðgingið, at hann ikki hevur sagt satt á tíðindafundinum um tollmálið, so heldur løgmaður ikki, at Jørgen Niclasen nakrantíð hevur sagt ósatt fyri sær. Tað segði hann við Rás 2 í dag. Eg haldi at eitt sindur av inflatión er komin í orðið álit , sigur Kaj Leo Holm Johannesen við in.fo. Hann heldur seg einki hava fingið at vita, sum ger at hann missir álitið á sín landsstýrismann í fíggjarmálum. Kaj Leo Holm Johannesen er staddur uttanlands, og kemur ikki aftur til Føroya fyrr enn í kvøld. Hann verður tí ikki við, tá tingbólkurin hjá Sambandsflokkinum seinni í dag fer at viðgera málið um Jørgen Niclasen. Men greitt er, at løgmaður hevur fult álit á Jørgeni Niclasen. Eitt misálit á Jørgen Niclasen er eisini eitt misálit á løgmann, halda John Johannesen og Eirikur Lindenskov. Løgmaður segðu í dag við Rás 2, at hann hevur fult álit á Jørgeni Niclasen. Sambært uppskotinum skal grein 19 nevndin kanna virksemið í Eik grunninum frá 2002 til 2010, men vinnunevndin skjýtur upp, at tíðarskeiðið, sum grunnaeftirlitið skal kannast, verður frá 2002 til mai í ár. Andstøðuflokkarnir hava ført fram í nevndini, at tað er óheppið, at samgongan fær formannin og meirilutan í grein 19 nevndini, og tí eisini fær avgerandi orðið, tá skrivari og løgfrøðilig ráðgeving skal setast at hjálpa nevndini. Trý fólk skulu manna nevndina. Heldur áttu samgonga og andstøða at valt hvørt síni tvey umboð og í semju valt formannin. Men undirtøka fekst ikki fyri hesum, og tí eigur umboðið, sum andstøðan velur í grein 19 nevndina, at gerast formaður í nevndini. Á tann ber til at koma nærri røttu javnvágini, siga Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin í viðmerkingunum til álitið frá vinnunevndini. Í gjárkvøldið kom frágreiðingin frá Jørgeni Niclasen í einum tíðindaskrivi til miðlarnar, og í morgun hevði Sambandsflokkurin fund um málið. Aftaná fundin segði Helgi Abrahamsen við útvarpið, at hann er nøgdur við frágreiðingina frá Jørgeni Niclasen, men hann lýsir tó ikki, sum løgmaður, landsstýrismanninum hjá fólkaflokkinum sín fulla stuðul. Helgi Abrahamsen ivast í, um frágreiðingin fer at skapa politiskan frið. Hann nevnir, at Sambandsflokkurin ikki bakkaði Johan Dahl upp, tá hann var koyrdur frá fyri eitt líkandi privat mál. Og so er spurningurin hvussu leingi skulu vit bakka Jørgen Niclasen upp, um eitt líkandi mál , sigur hann. Maria Winther Olsen segði í morgun at føroyski filmsáhugin er í einari menning, tí at Klippfisk ger nógvar verkstovur og tí at vit hava fingið ein filmsgrunn. Nollywood er fyri ung fólk í aldrinum 14 18 ár, sum í ár verður í 10 dagar. Man sleppur at arbeiða við tí man hevur áhuga fyri, og altíð koma góð úrslit úr døgunum sigur Maria Winther Olsen, sum er ein av fyriskiparunum av Nollywood. Í einum fólkaræðið, liggur alt vald hjá fólkinum. Fólkið allir veljarar velja løgtingið at umboða seg og stýra landinum Sostatt liggur alt vald hjá løgtinginum, sum ger lógir, ið samfelagið verður skipað eftir. Løgtingið velur so landsstýrið, at vera útinnandi vald og at fremja tingsins vilja. Í landsstýrinum sita løgmaður og landsstýrisfólk, men hesi eru undir løgtinginum, og tí er týdningarmikið, at løgtingið hevur álit á løgmanni og landsstýrisfólkum. Nær verður misálit reist Hevur løgtingið ikki álit á løgmanni ella landsstýrisfólki, ber til at reisa misálit. Hetta skal gerast skrivliga. Fyri at misálit skal verða samtykt, skal meira enn helvtin av teimum 33 limunum í løgtinginum atkvøða fyri. Hetta sigur Tingskipanin um misálit 47. Uppskot um misálitisváttan á løgmann ella landsstýrismann sbrt. stýrisskipanarlógini 29, stykki 2, og 30 skal verða lagt fram skrivliga á løgtingsfundi. stykki 2. Skráin fyri løgtingsfundin verður tá alt fyri eitt broytt soleiðis, at hetta mál verður sett á skránna at vera næsta mál á sama fundi, og verður, tá umrøðan endar, farið beinleiðis til endaliga atkvøðugreiðslu í málinum. 61, stykki 4, er ikki galdandi í hesum førum. Hetta sigur Stýrisskipanarlógin. stykki 2. Løgmaður kann eisini í øðrum førum loysa úr embæti landsstýrismann og skal loysa landsstýrismann úr embæti, um tað við atkvøðugreiðslu í løgtinginum, har ið meira enn helmingur av øllum tingmonnum atkvøður fyri, verður samtykt, at løgtingið ikki longur hevur álit á landsstýrismanni. Sendingin byrjaði við at lýsa Føroyska rýtmu tónleikin í 1955, og síðani hava vit fylgt tónleikasøguni fram til aldarskiftið. Súni Merkistein og Hans Petur Hansen greiddu í morgun frá hvussu teir hava valt til og frá, og um hví man valdi at gera sendingina. Hósdagin 22. mai vóru vinnarauppskotini vórðu vinnararnir av arktitektakappingini hvørs endamál er at menna miðbýin í Havn eins og skipa økið við Steinatún betur, avdúkaðir í M llers Pakkhúsi. Triðja virðislønin, ið var uppá 75.000 krónur, fekk teknistovan Kontrast við Mayfinn Norðoy, Onnu Trónd Hansen, Annie Heinesen og Lailu Simonsen. Onnur virðislønin, ið var 150.000 krónur, varð latin MAP arkitektum við eitt nú Heidi Poulsen, Rúna Abrahamsen og Ova Mortensen, meðan fyrsta virðislønin, ið er uppá 350.000 krónur, varð latin Zeta Architects við Ragnari Zachariassen og Søren Yde Jensen. Í hesari sendingini hitta vit umboð fyri vinnandi teknistovurnar, eins og Ellen Marie Braae, ið var ein av fakdómarunum, lýsir endamálið við kappingini, eins og hon útgreinar vinnarauppskotið. Í seinastuni eru sera álvarsligar og tyngjandi upplýsingar komnar fram í ljósið, og skjøl løgd fram í almenninginum um persónligu ábyrgdina hjá landsstýrismanninum í fíggjar , og tollmálum sum stjóri í privatari fyritøku í sambandi við óreglusemi í tollavgreiðslu, vøruútflýggjan o.ø. fyri árum síðani. Landsstýrismaðurin hevur ikki viðurkent ábyrgd fyri teimum hendingum, ið eru komnar fram, og hevur ikki tikið haldgóð stig til at reinsa seg rættarliga fyri tyngjandi upplýsingarnar. Síðani er eisini staðfest, at landsstýrismaðurin alment hevur sagt ósatt um sín leiklut og sína ábyrgd av tí, sum er farið fram. Tað kann ikki góðtakast, at ein landsstýrismaður, sum er settur til og hevur rættarliga ábyrgd av at halda landsins lógir fyri allar borgarar í landinum, verjur óreglusemi við teimum lógum, hann hevur ábyrgdina av at umsita. Tað kann ikki verjast, at ein landsstýrismaður sigur ósatt. Og tað kann ikki góðtakast, at landsstýrismaðurin í tollmálum í eftirfylgjandi tíðindaskrivi verjur, at tollreglurnar verða ikki hildnar. Álitið á politisku skipanina og rættarfatanina verður máað burtur, um hetta ikki fær avleiðingar og ábyrgd staðfesta. Løgmaður, ið hevur ábyrgdina av landsstýrinum og fyrisitingini, átti tí at loystlandsstýrismannin úr starvi. Tá ið einki bendir á, at slíkt stig verður tikið, eigur Løgtingið at samtykkja misálitsváttan á landsstýrismannin í fíggjarmálum . Poul Michelsen, úr Framsókn segði við útvarpið klokkan 15, at hann veit ikki um tinglimir úr Sambandsflokkinum taka undir við misálitinum. Andstøðan hevur tørv á fýra atkvøðum úr samgonguni, fyri at misálitið skal samtykkjast. Umstøðurnar fyri at hava eitt samla Fróðskaparsetur eru sum tær eru, men ein Seturskaf gevur teimum lesandi sosialt samand. Bergur Arnbjarnarsonur Dalsgarð er sera bjartskygdur tá hann umrøður nýggja hølið, sum skal geva teimum lesandi eitt betur samand sína millum. Hetta skal bøta um sambandið á deildunum og millum deildirnar. Vit royna ymiskt, men hetta skal nokk koma at rigga sera væl sigur Bergur Arnbjarnarsonur Dalsgarð Elsa Jóhanna Høgenni er fyriskipari, og hon sigur at øll tiltøkini eru ókeypis uttan tiltakið í Norðurlandahúsinum. Hon sigur millum annað at tað er ein avbjóðing at fáa alt at hanga saman. Tí hevur tað verið ein stór fyrireiking áðrenn stevnuna. Skráin fyri stevnuna er her. Hetta er eitt álvarsmál, og álitið á politisku skipanina er brotið. Tað kann ikki góðtakast at ein landsstýrismaður sigur ósatt og at hann verjir, at hann hevur sagt ósatt. Millum annað tí er misálit reist ímóti Jørgen Niclasen. Tað er ikki víst at málið juridiskt er ein trupulleiki, men politiskt er tað ein stórur trupulleiki , segði Helgi Abrahamsen fyri løtu síðan. Tað snýr seg ikki um persónin Jørgen Niclasen, men mann verður partur av einum málið, mann ikki ynskir at verða partur av, og e g haldi, tað er ein politiskur trupulleiki, at vit hava ringt við at forsvara nøkur viðurskifti í málinum . Eg eri bangin fyri, at tað ikki verður friður um málið. Fleiri veljarar eru ónøgdir við hetta málið, og tað er ein stórur trupulleiki fyri flokkin , sigur Helgi Abrahamsen. Hann vísti á, at fyri nøkrum árum síðani var eitt líknandi mál um Johan Dahl, og tá stóð sambandsflokkurin saman um at koyra Johan Dahl frá. Spurningurin er um vit framvegis skulu halda hondina yvir Jørgen Niclasen , sigur hann. Rútmiski tónleikapallurin í Føroyum er glóðheitur fyrst í nýggju øldini. Nýggir bólkar skjóta seg upp í Prix Føroyar tónleikakappingini, og stutt er millum fløguútgávurnar. Í hesari seinastu sendingini í røðini umrøða vit bólkarnar Gestir, sum vinna Prix Føroyar kappingina í 2003, Deja Vu, sum var annar spennandi bólkur í 2003, Makrel við tí gávuríka Rasmusi Rasmussen á odda, Páll Finnur Páll, sum gingu sínar egnu leiðir, og Una Debess, sum vann Atlantic Music Event kappingina í 2005 við bólkinum Go Go Blues. Føroyskur tónleikur vinnur so smátt út í heim hesi árini. Tvey ganga undan í hesari stremban. Eivør Pálsdóttir er kvinnan við heilt serligu sanggávunum og fjølbroytta tónleikaspenninum. Og Teitur Lassen brýtur øll mørk, tá ið hann í 2002 fær sáttmála við heimsins størsta plátufelag, Universal í USA, sum varpar fyrstu útgávu hansara, Poetry and aeroplanes , út um allan heim. Andstøðan hevur lagt uppskot fram á ting um misálit á Jørgen Niclasen, landsstýrismann vegna hansara leiklut í tollmálinum, sum formenninir í andstøðuflokkunum siga er oyðileggjandi fyri álitið á politisku skipanina. Uppskotsstillararnir halda ikki, at landsstýrismaðurin hevur tikið ábyrgd ella reinsað seg og teir halda eisini at Jørgen Niclasen hevur sagt ósatt um tollmálið. Samgongan má tosa saman um hetta málið, segði Reimund Langaard, og tá fara teir tríggir samgongulimirnir at heita á landsstýrismannin um at leggja frá sær. Tað eru ov nógvar ógreiður í málinum , heldur Jenis av Rana. Løgmaður burdi mælt landsstýrismanninum til at leggja frá sær , leggur hann aftrat. Jenis av Rana úr Miðflokkinum og Reimund Langgaard og Helgi Abrahamsen úr Sambandsflokkinum atkvøddu fyri misálitisuppskotinum saman við allari andstøðuni. Tað førdi við sær, at úrslitið var 16 atkvøður fyri og 17 atkvøður ímóti. Harvið var Jørgen Niclasen bjargaður á málstrikuni, tí hann var bara eina atkvøðu frá at verða feldur. Jákup Mikkelsen, formaður Fólkafloksins á tingi segði Beinu Løwe, at samgongan hevur ein álvarsaman trupulleika eftir at teir tríggir samgongumenninir ikki hava álit á Jørgen Niclasen sum landsstýrismanni. Men hann fekst ikki at siga, at um samgongusamstarvið er hótt ella heldur fram. Nógvur roykur og eldur kemur frá nógvum ymiskum støðum, skrivar Norðlýsið . Sløkkiliðið er ikki sloppið inn í bygningin enn og tí er tamarhald ikki á støðuni enn. Talan er um elsta bygningin á staðnum, ið er frá 1926. Hetta er í dag málingagoymsla. Sløkkiliðið er ikki sloppið inn inn. Tað er ikki váttað, men sum skilst er eingin fólkaskaði staðfestur higartil. Samgongan hevur ein stóran trupulleika, eftir at teir tríggir samgongutinglimir, Helgi Abrahamsen og Reimund Langaard og Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, atkvøddu fyri uppskotinum um misálit á Jørgen Niclasen, formann í Fólkaflokkinum, og landsstýrismann í Fíggjarmálum. Lurta eftir, hvat formaðurin í tingbólkinum hjá F lkaflokkinum, Jákup Mikkelsen, segði eftir atkvøðugreiðsluna. Nets, sum varðar av gjaldskortunum hevur sperrað kortini, tí vandi er fyri at onkur hevur verið inni á teimum. Ein teirra, sum er í Barcelona við óvirknum gjaldskorti, er Malan Mohr. Fólk sum hava fingið sítt gjaldskort sperrað, mugu bryngja seg við toli, tí tað tekur eina til tvær vikur at fáa nýggj kort til vega. Tað heldur skiparin á Jupiter, sum saman við Gadusi og Ennibergi skipaðu fyri einum heldur øðrvísi mótmæli í dag at fáa politikararnar at vakna. Nógvar atfinningar eru móti kilogjaldinum hjá makrelbólkinum bæði í andstøðuni, men eisini í samgonguni, hóast tað er hon, sum eigur uppskotið. Orðaskiftið í tinginum í dag, var merkt av, at tingfólk eftirlýstu eini fiskivinnunýskipan, og serliga Fólkaflokkurin fanst hvassliga at Sambandsflokkinum fyri at bøla omaná nýskipanini, tí flokkurin ikki kann semjast innanhýsis. Politiska støðan er spent, eftir atkvøðugreiðsluna í gjár um misálit á landsstýrismannin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, har 3 samgongutinglimir atkvøddu fyri harímillum tveir sambandstingmenn. Løgmaður, sum var uttanlands í arbeiðsørindum, kom seint fyrrapartin í gjár á Rás2 við greiðum boðum um, at hann hevði fult álit á landsstýrismanninum, og at Sambandsflokkurin ikki tók undir við misálitnum. Men greitt var, at løgmaður og formaðurin í Sambandsflokkinum ikki hevði tamarhald á støðuni í tingbólkinum hjá sær. Stórir partar av Sambandsflokkinum vilja hava løgmann at koyra Jørgen Niclasen frá, men hetta vil løgmaður ikki. Næstformaður í Sambandsflokkinum Johan Dahl royndi at fáa Sambandsflokkin í Løgtinginum at standa saman um at atkvøða móti misálitinum. Men tað lá í luftini, at so kundi løgmaður avgreiða støðuna við Jørgen Niclasen sum eitt samgongumál. Í løgtinginum var nógv fundarvirksemi og royndu bæði Johan Dahl og Jørgen Niclasen sjálvur, at sannføra Helga Abrahamsen og Reimund Langgaard um ikki at taka undir við misálitinum. Men tað eyðnaðist ikki. Tá atkvøðugreiðslan var, yvirlivdi Jørgen Niclasen við minst hugsandi meirluta, 17 16. Umframt teir báðar sambandstingmenninar, atkvøddi Jenis av Rana formaður í Miðflokkinum eisini fyri misáliti á landsstýrismannin. Formaðurin í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum, Jákup Mikkelsen, segði við útvarpið eftir tepra sigurin í tingsalinum, at samgongan hevur ein stóran trupulleika. Helgi Abrahamsen, sambandstingmaður segði eisini, at hann væl visti, at hetta fór at fáa eitt eftirspæl. Seinni í gjárskvøldið varð Johan Dahl, næstformaður í Sambandsflokkinum endurgivin á heimasíðuni in.fo. Sambært greinini var hann nú kúvendur í málinum , tí nú segði hann, at annaðhvørt má Jørgen Niclasen leggja frá sær ella má Sambandsflokkurin taka seg úr samgonguni. Johan Dahl varð eisini endurgivin fyri at siga, at løgmaður einki hevði gjørt við støðuna, hóast áheitanir um at fáa tamarhald á. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, sum kom heim úr Íslandi eftir atkvøðugreiðsluna lendi mitt í dramatiska eftirspælinum á teimum ymsu heimasíðunum, sum allar høvdu eitt til felags søguna um brunakenda tollmálið hjá Fólkaflokkinum, sum var endað sum ein stórur trupulleiki hjá einum syndraðum Sambandsflokki. Beint fyri midnátt skrivaði løgmaður á facebook, at stórur partur av tí, sum skrivað var, var ósatt spinn, og hann legði so afturat Eg veit at mín næstformaður hevur biðið tey rætta . Johan Dahl hevur hinvegin váttað fyri In.fo, at Johan Dahl var rætt siteraður, tá hann segði, at valið stóð millum Jørgen Niclasen ella samgonguna. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum Jacob Vestergaard legði fyrr í ár eitt uppskot um nýtt havrannsóknarskip fyri Løgtingið, har ætlanin var at havrannsóknarskipið skuldi verða privat fíggjað. Men hetta uppskotið kom ikki úr aftur Vinnunevndini í hesari tingsetuni. Sambært lógaruppskotinum skuldi landsstýrið langtíðarleiga havrannsóknarskipið frá einum privatum reiðaríi, sum vildi byggja eitt skip til endamálið. Sambært Jacob Vestergaard var hetta ein neyðloysn, tí samgongan ikki megnaði at finna pengarnar á fíggjarlógini, soleiðis at tað almenna sjálvt kann byggja eitt tílíkt skip. Uppskotið hjá Jacob Vestergaard var snøgt sagt ov illa frágingið, segði Alfred Olsen, formaður í Vinnunevndini, við heimasíðuna in.fo herfyri. Løgtingið hevði í gjár sínasta dag í hesi tingsetuni og er nú farið í summarfrí. Tískil fall lógaruppskotið hjá Jacob Vestergaard um privat fíggjaða havrannsóknarskip burtur. Tá Eivind Vilhelm í 1990 legði frá sær sum varabiskupur, hevði hann verið prestur í 40 ár. Hann var vágbingur, tók studentsprógv í Rungsted undir krígnum og las síðani teologi. Í 1950 fekk hann starv sum kalskappelánur í Hvalba. Haðani gekk leiðin í 1954 til Tvøroyrar sum sóknarprestur. Har var hann, til hann varð kosin varabiskupur eftir Jákup Joensen í 1973. Eivind Vilhelm var vinsælur maður og góður frásøgumaður. Síni seinastu ár búði hann í Kongsgili í Havn. Seinastu tíðina hava tey innan barnaøkið í Klaksvíkar Kommunu arbeitt við kroppi og rørslu. Hetta fyri at stimbra sansir, kropp og rørslu hjá børnum. Niels Juel Arge, sum arbeiði í Fjallafípuni, greiðir frá. Og børnini eru røsk at siga sína hugsan. Granskingarnevndin fekk 48 umsóknir um stuðul. G ranskingarnevndin sigur, at fakliga stigið á umsóknunum er hækkað munandi seinnu árini. T Tilsamans eru nærum 150 verkætlanir stuðlaðar úr Granskingargrunninum, síðani hann var settur á stovn. Tær 13 verkætlanirnar, sum fáa stuðul hesu ferð, eru Mentan Hans Harryson Almendidaktiski parturin í læraraútbúgvingini Ph.d. verkætlan á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum játtan krónur 497.000 Ann Sølvia Lydersen Jacobsen Gravir og landslag í Føroyum í víkingaøld Ph.d. verkætlan á University of Aberdeen játtan krónur 1.122.903 Náttúra og náttúrutilfeingi Ása Johannesen Persónleiki hjá rognkelsum Cyclopterus lumpus og hvussu hesin ávirkar teirra nyttu sum reinsifiskur. Verkætlan á Fiskaaling játtan krónur 651.000 Anni Djurhuus Samanseting og vistfrøði av smáveru samfeløgum á sjófjøllum og bankum í Indiska havinum Ph.d. verkætlan á Oxford University játtan krónur 298.765 Agnes Mols Mortensen Saccharina latissima Breiðbløðkutur sukurtari frá spora til borðisk hvussu árstíð, tøðsølt og aldu streym eksponering ávirka góðsku og vøkstur Verkætlan á Tari Faroe Seaweed játtan krónur 645.752 Louise Meier Carlsen Kanning og menning av vitanini hjá støddfrøðilærarum um nýtsluna av CAS í algebrafrálæruni í skúlunum. Ph.d. verkætlan á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum játtan krónur 212.760 Maria Dam Menning av førleikum til at fremja kanningar av perfluoreraðum evnum í fiski í granskarasetrinum iNOVA Verkætlan hjá Umhvørvisstovuni, Fróðskaparsetrinum, Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, Deildini fyri Arbeiðs og Almannaheilsu og fleiri vinnufyritøkum á iNOVA játtan krónur 648.000 Hans Atli Dahl Sekvensering av Norðhavssilda Clupea harengus genominum og menning av einum genetiskum stovnsumsitingaramboði. Hergen 2014 verkætlanin. Verkætlan á Amplexa Genetics og iNOVA játtan krónur 500.000 Samfelag Hermann Oskarsson Áhaldandi óeffisient útluting í smáum tilfeingistreytaðum búskapum Verkætlan á Søgu og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum játtan krónur 340.000 Heilsa Magni Mohr Møðis og hvíldartíðin recovery í ymiskum vøddabólkum aftaná fótbóltsdystir í væltrenaðum leikarum effektin av fleiri dystum við stuttari hvíldartíð Verkætlan á Gøteborg Universitet játtan krónur 218.550 Amanda Gratton Vang Ein preklinisk kanning av Fosfodiesterase 8A sum eitt terapeutiskt mál í tarmbrunasjúkum Verkætlan á Landssjúkrahúsinum játtan krónur 533.401 Jónrit Halling Kviksilvur dálking og D vitamin støði í móðurlívi sambandið millum hesi og autismu. Verkætlan á Deildini fyri Arbeiðs og almannaheilsu játtan krónur 193.650 Hvat gera tveir løgreglumenn í Danmark eitt heitt, várligt kvøld, tá eingir brotsmenn eru í eygsjón ella aðrar átroðkandi uppgávur eru at taka sær av Teir parkera politibilin tætt við ein bryggjukant, so tannáringar, ið ikki hava ein vatnrussjibana tøkan, kunnu brúka politibilin sum vatnrussjibana. Videoupptøkan niðanfyri her er longu farin víða um allan heimin. Higartil hava fleiri enn 4.000 fólk deilt videoupptøkuna av fryntligu løgreglumonnunum og tannáringunum. Upptøkan varð gjørd á Femøren á Amager í Keypmannahavn fyri knappari viku síðan. Nú er videoupptøkan av donsku løgreglumonnunum farin víða út í heim. Í dag verður eitt nýtt føroyskt sjónbandalag útgivið. Sjónbandalagið er gjørt til sangin Tilvitskuleinkjur hjá Guðrun og Bartal. Talan er um ein sonevndan stop motion film úr modellervoks í tráð við filmarnar um Pingo. Tað er 25 ára gamla Helga Djurhuus úr Havn, sum gongur á Danmarks Designskole, sum hevur gjørt nýggja sjónbandalagið, sum kann síggjast á heimasíðu okkara, kvf.fo. Men løgmaður gjørdi tó greitt í samrøðu við útvarpið í gjár, at heldur málið um Jørgen Niclasen fram at elva til rumbul í samgonguni, fer hann at taka onkur stig. Tað verður tó ikki gjørt, fyrr enn makrelkvotan er býtt, og avtala er gjørd við kommunurnar um, hvussu nógvan pening tær skulu hava at reka eldraøkið fyri, sigur hann. Hóast Kaj Leo Holm Johannesen, floksformaður, mælti allari tingmanningini hjá Sambandsflokkinum at atkvøða ímóti uppskotinum um misálit á Jørgen Niclasen í tinginum mikudagin, atkvøddu tveir fyri Helgi Abrahamsen og Reimund Langgaard. Teir halda, at Jørgen Niclasen eigur at leggja frá sær sum landsstýrismaður. Tað heldur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum eisini, tí hann atkvøddi eisini fyri misálitinum. Kaj Leo Holm Johannesen sigur nú, at koma hann og tingbólkurin til ta niðurstøðu, at Jørgen Niclasen eigur at fara frá, fer hann 100 prosent eftir hesum møguleika, sum løgmaður málber seg. Løgtingið samtykti mikudagin uppskotið hjá Fiskimálaráðnum um at hækka veiðigjaldið á makreli og norðhavssild ávikavist 25 og 15 oyru. Sambært Fiskimálaráðnum er ætlanin at forða fyri fíggjarligum avleiðingum fyri skipini, sum skulu rinda veiðigjaldið, við at fyriskipa fiskiskapin øðrvísi í ár. Men vinnulig virðisøking og lægri útreiðslustig verða nevnd. Aðalreglan verður størri smidleiki og fleksibilitetur, tá reiðaríini leggja raksturin til rættis. Vinnnumálaráðið biður um 14 dagar afturat, tí málið er rúgvismikið, og tað tekur drúgva tíð at gjøgnumganga málið av nýggjum og svara kæruni. Landsstýrismálanevndin hjá løgtinginum bað fyri einari góðari viku síðani Johan Dahl, landsstýrismann, Strandfaraskip landsins og Landsgrannskoðanina um frágreiðing og skjøl, nú nevndin fer at kanna Johan Dahl. Allir fýra andstøðuflokkarnir hava kært fyrisitingina hjá Johan Dahl í sambandi við fíggjarligu viðurskiftini á Strandfaraskipum Landsins í 2013. Floksformenninir, sum hava skrivað undir kæruna, vísa til frágreiðingina og viðmerkingarnar hjá løgtingsgrannskoðarunum, sum løgtingið fekk tann 1.mai. Og andstøðan vil hava Landsstýrismálanevndina at gera niðurstøður um, hvørt Johan Dahl hevur fyrisitið á lógligan hátt, hildið stýrisskipanarlógina, lógina um landsins játtanarskipan og lógina um ábyrgd landsstýrisins. Harafturat um Johan Dahl annars hevur røkt tær skyldur, sum áliggja honum sambært lógum og reglum í fyrisitingini av hesum málinum, sum er fíggjarliga støðan hjá Strandferðsluni í 2013. Mentamálanevndin samtykti í februar at seta ein arbeiðsbólk at gera uppskot um samskipan og at leggja Kommunuskúlan og Venjingarskúlan saman sum lið í ætlanini at byggja nýggjan skúla. Eftir drúgva viðgerð samtykti mentamálanevndin í apríl at lata Vesturskúlan hava trý spor á lægru floksstigunum og fimm í framhaldsdeildini. Málið varð einmælt samtykt í býráðnum tann 22. mai. Grundøkið, har skúlin skal byggjast, er 34.000 fermetrar til støddar. Tað er nakað størri enn grundøkini við Skúlan við Løgmannabreyt og Skúlanum á Argjahamri. Umframt forkvinnuna, Katrina Ellingsgaard, eru Harald Bjørgvin, Eydna Justinussen og Jóan Petur Hentze vald í bygginevndina. Fyri býráðið eru vald Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentanarnevndini, Berghild Djurhuus og Jákup Dam. Rósa Samuelsen sigur í fyrispurningi til Anniku Olsen, at tað frættist alment, at Almannaverkið arbeiðir við at niðurleggja sambýlispláss í Vágum og flyta tey aðrastaðni at búgva, men tað góðtekur hon ikki. Hon sigur, at tað er als ikki politiskur vilji at niðurleggja eitt einasta búpláss í Vágum, men at uppraðfesta og seta á stovn nýggj tíðarhóskandi virknis og bútilboð í staðin fyri tey, sum eru í dag. Rósa Samuelsen sigur, at stórur tørvur er á útslúsingar , umlættingar og virkistilboðum, og at tey verða uppraðfest bæði í Vágum og miðstaðarøkinum. Tað kemur ikki upp á tal at niðurleggja eitt einasta búpláss í Vágum, sigur Rósa Samuelsen í viðmerkingunum til fyrispurningin til Anniku Olsen. Tað siga Bjørt Samuelsen í Tjóðveldi, Aksel V. Johannesen í Javnaðarflokkinum og Kári P Højgaard í Sjálvstýrisflokkinum í álitinum hjá Vinnunevndini um uppskotið til samtyktar hjá Johan Dahl, landsstýrismanni. Løgtingið samtykti einmælt mikudagin at seta eina grein 19 nevnd við trimum tingfólkum at kanna Eik grunnin frá 2002 til 2010 og eftirlitið við grunninum frá 2002 til mai 2014. Dentur hevur verið lagdur á at seta nevndina saman soleiðis, at limirnir umboða ymsu partarnar, sum varaðu av Sjúkrakssagrunninum, og at teir hava fakligar førleikar, millum annað gott innlit í heilsugransking. Hann fekk ikki færri enn 96 prosent av øllum atkvøðunum, sigur almenna egyptiska sjónvarpið. Sostatt valdu 21 milliónir fólk Sisi til forseta. Sisi segði undan valinum, at málið var, at í minsta lagi 40 milliónir av teimum 54 milliónunum, sum høvdu valrætt, fóru á val. Men líkt er til, at bert 25 milliónir fólk valdu, og tað eru 47 prosent. Tey 60 til 75 ára gomlu í høvuðstaðarkommununi eru væl fyri á øllum økjum, og tey eru nøgd við tilveruna. Tað stendur í kanning, sum Gallup Føroyar hevur gjørt. Kanningin er eitt gott ískoyti til Eldraráðið, um, hvat er neyðugt at gera, fyri at fáa tey tilkomnu at kenna seg uppaftur betur. Og fleiri viðurskifti kunnu broytast uttan stórvegis kostnað, sigur Leila Hentze. Tað kemur týðuliga fram í kanningini, at tey spurdu ikki vilja verða nevnd fyri eldrabyrðu, tí tey kenna seg ikki sum eina byrðu, sigur Leila Hentze. Verkætlanin er eitt samstarv millum Danmark, Ísland og Grønland og Føroyar, og hevur til endamáls, at finna útav hvat hendir, tá ið ymiskar mentanir vera smíðaðar saman til ein leikpall. Sjálvur leikpallurin er bygdur sum ein stórur hvalur. Inni í stóra hvalinum eru fleiri rúm við ymiskum upplivingum. Dentur verður lagdur á søgur frá teimum ymsu londunum, og øll fýra málini, føroyskt, danskt, íslendsk og grønlendskt verða nýtt. Eisini verður tónleikur framførdur. Sjey føroysk listafólk eru við í verkætlanini og teirra uppgávur eru eisini ymiskar. Vit í Føroyum fáa eisini høvi at uppliva hetta samstarvið millum tey fýra londini, í leiki, søgum og tónleiki, men tó í einum minni stødd. Bólkarnir fara at framføra á gamla fótbóltsvølllinum á Tvøroyri, á Sevmýru. Vøllurin verður býttur upp í tveir partar eitt tjaldingarøkið og eitt konsertøkið. Hetta er ikki fyrstu ferð, at tað verður roynt at skipa fyri festivali í Suðuroynni. Fyri nøkrum árum síðan var skipað fyri Jóansøkufestivali, men tað datt niðurfyri. Bjarni Hammer er ein av fyriskiparunum. Eg havi tikið mítt tørn heima, men tað riggaði IKKI. Hví kann konan ikki vera heima, árini meðan børnini eru smá, spyr maður í brævi til Also panelið hesaferð. Tær kvinnurnar, sum tíma tað, eru fáar í tali, siga gestirnir. Ein annar lurtari spyr, um tað er frekt at biðja fólk lata snildfonina liggja, meðan tey eru á vitjan, og ein kvinna stúrir fyri silvurbrúðardegnum, tí maðurin vil halda veitslu, og hon vil ikki. Og so er kvinna um at sálast av, at maðurin fer heim til mammu sína hvørt vikuskifti. Hendan sendingin varð tikin upp í Spaniastovu 28. mai 2014, og gestirnir eru Andras Sólstein, Katrin Kallsberg og Halleluja Sofus. Tey trý, ið mannaðu panelið, Andras Sólstein, Katrin Kallsberg og Halleluja Sofus Hansen, vóru serstakliga væl fyri, tá tey framman fyri úti við 100 áhoyrarum svaraðu spurningum frá lurtarum. Til ber at hoyra sendingina á kvf.fo also ella í útvarpinum leygarmorgunin klokkan 10.05. Also fer nú í summarfrí, tí summarskráin í kringvarpinum tekur nú yvir. Myndir Dávur Winther TRÝST Á MYNDIRNAR OG TÆR GERAST STØRRI Leinki til sendingina Also á ferð í Klaksvík Goymslan er farin fyri skeytið, men tíbetur var eitt skip, sum stóð uppi á bedingini, farið á sjógv stutt áðrenn eldur kom í. Eldurin fer ikki at seinka teimum arbeiðum, sum Sleipistøðin hevur, sigur stjórin, Frimodt Rasmussen. Sløkkiliðið fær stórt rós frá honum fyri at forða fyri, at eldurin breiddi seg. Setrið hevur sett Magna Mohr í starv, sum lektara í heilsuvísindum. Magni Mohr hevur master og ph.d. útbúgving í ítróttarfysiologi frá Keypmannahavnar Universiteti. Frammanundan starvssetanina á Setrinum hevur hann verið granskari á University of Exeter, Gøteborg Universiteti og Keypmannahavnar Universiteti. Inni í ráðnum hevði Johan Dahl annars kaffi og karamellur til nólsoyingar, men rópini fingu hann at koma út í góða veðrið við nøkrum lyftum. Løgmaður er í trongum skóm, tað heldur John Johannesen, greinari. Misálitið ímóti Jørgeni Niclasen var felt so tepurt, sum tað kundi, og nú er málið ikki ein trupulleiki hjá Jørgeni Niclasen, men ein trupulleiki hjá løgmanni , segði John Johannesen við útvarpið í dag. Reimund Langaard og Helgi Abrahamsen úr tingbólkinum hjá Sambandsflokkinum heittu, aftaná atkvøðugreiðsluna um misalitið á Jørgeni Niclasen, á løgmann um at loysa Jørgen Niclasen úr starvið. Men tað vil fólkaflokkurin ikki finna seg í, og tí hevur løgmaður ein ógvuliga stóran trupulleika. Tað einasta, sum kann fáa alt upp á beint aftur er flyta landsstýrismenn í nýggjar landsstýrissessir. M en tað er ósannlíkt, at semja kann fáast um tað , heldur John Johannesen. St øðar versnar John Johannesen vísur á, at tað bert er løgmaður sum kann loysa hesa støðuna, og hon hevur eisini avleiðingar fyri hann. T støða hansara sum samgonguleiðari og politikari viknar fyri hvønn dag ið fer, áðrenn málið verður greitt heldur hann. Brynja seg til val John Johannesen heldur, at greinar og úttalilsi seinastu dagarnar, benda á, at tingfólk brynja seg til val. Og tað ger tað enn truplari hjá løgmanni at loysa støðuna, tí tingfólk leggja seg í hvør sína taktisku grøv. Støðan versnar fyri hvønn dag sum gongur, uttan at ein loysn er funnin , sigur John Johannesen. Morten Thomsen Højsgaard hevur arbeitt sum journalistur á danska blaðnum Kristeligt Dagblad. Hann hevur eisini starvast í danska sjónvarpinum og lagt til rættis sendingar um trúarmál. Í hesum døgum er hann í Føroyum. Tað er Kristiligt Lurtara og Hyggjarafelag, sum hevur boðið Morten Thomsen Højsgaard ehndaveg, í samband við at felagið hevur hildið aðalfund. Tá var almenn móttøka í nýggja ungdómshúsinum, sum er innrættað í gamla skúlanum á Sandi. Ungdómshúsið er ein stórt framstig fyri oynna, eru øll samd um. Ungdómshúsið á Sandi er ætlað børnum frá 4. flokki og upp til tey sum eru 18 ára gomlum. Húsið hevur longu havt opið í einar tríggjar vikur, og undirtøkan hevur verið góð. Umleið 40 ung hava leitað sær inn í ungdómshúsið hvørt kvøld. Saman við lurtaranum taka vit saman um og eftirmeta vetrarskránna hjá Kringvarpinum og n ógvir lurtarar nýta høvi til at siga sína hugsan um sendingarnar, ið hava fylt skránna hjá KvF í vetur, og tær sendingarnar, ið saknur hevur verið í . Harumframt greiðir Barbara frá síni bakgrund og fleiri av teimum mongu týdningarmiklu upplivingunum, ið hava merkt hennara lívsleið. Tað er smápartafelagið Vinnuvitan, sum eisini eigur og rekur Vinnuvitan.fo, sum hevur sett á stovn portalin, og fer at reka hann. Endamálið við Fastognir.fo er sambært felagnum, at geva seljarum og útleigarum ein møguleika at selja og útleiga ognir beinleiðis á netinum. Felagið skrivar í tíðindaskrivi, at líknandi tænastur eru væl umtóktar uttanlands, men at ongin líknandi tænasta er á føroyska marknaðinum. Tað er ókeypis at leggja lýsingar á síðuna, men eykatænastur, sum myndatøka, framvísing av ognum og virðismeting, mugu viðskiftafólk rinda fyri. Á seminarinum í Gøteborg fara Sissal, Marjun og Katrin at viðgera avbjóðingarnar, tær hava sum rithøvundar, kvinnur og føroyingar, hvussu tað er at arbeiða sum rithøvundur í útlegd, og hvussu tað er at vita, at grannin og lærarin hjá børnum tínum eisini lesa tað, sum tú skrivar. Føroyskar bókmentir hava ikki gjørt serliga nógv um seg í Svøríki í nógv ár. Tí heldur FarLir, at bókamessan í september er ein gyltur møguleiki at vísa svenskum og øðrum norðurlendskum lesarum, hvat føroyskir høvundar hava at bjóða. Tí fer FarLit eisini at geva út eitt savn í svenskari týðing við yrkingum hjá teimum trimum høvundunum, sum fara á bókamessuna í Gøteborg. Tað eru tingfólkini Helgi Abrahamsen í Sambandsflokkinum, Joen Magnus Rasmussen í Fólkaflokkinum og Kristina Háfoss í Tjóðveldi, sum skulu kanna Eik grunnin og eftirlitið við grunninum. Løgtingið samtykti einmælt mikudagin at seta eina grein 19 nevnd við trimum tingfólkum at kanna Eik grunnin frá 2002 til 2010 og eftirlitið við grunninum frá 2002 til mai 2014. Inntøkurnar vóru 109 milliónir krónur, fimm milliónir fleiri enn í fjør. Men hallið var 7,9 milliónir eftir skatt, 5,2 milliónir størri enn í fjør. Ófriður í Egyptalandi gjørdi, at nógv færri ferðir enn ætlað vóru til Egyptalands við ferðafólki. Og Atlantsflog hevði útreiðslur av at leiga flogfør. Páskirnar gera eisini mun. Tær vóru í mars í fjør og taldu tí við í fyrsta ársfjórðingi. Í ár vóru páskirnar í apríl. Útboðið av stólum í flogførunum var seks prosent størri í ár enn í fjør. Men nýtslustigið lækkaði fýra prosentstig, úr 67 prosentum niður í 63 prosent. Av hvørjum hundrað stólum vórðu 63 seldir. Hóast fyrsti ársfjórðingur ikki er nakað at reypa av, væntar Atlantsflog nógv betri úrslit alt árið 2014 enn í 2013, tí nógv flúgving er í sambandi við oljuleitingina, sum nú er við Føroyar. Úrslitið í fjør var 7,4 milliónir krónur eftir skatt. Samgongulimirnir, sum royna at gera eina nýggja fiskivinnuskipan at taka við tann 1.januar í 2018, tá galdandi veiðiloyvi fara úr gildi, høvdu fund í gjár. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sigur, at fundurin var góður, men enn er ikki komið á mál, og fundur verður aftur týsdagin. Hóast Kristina Háfoss, løgtingstingkvinna, í nógv ár arbeiddi hjá Tryggingarfelagnum Føroyar, sum nú eigur Eik Banka, so heldur hon seg ikki vera ógegniga at vera í nevndini, sum skal kanna Eik grunnin og eftirlitið við grunninum. Kristina Háfoss var eitt skifti nevndarlimur í Pf. TF íløgur og nevndarlimur í Pf. TF ognir. Tað er hon ikki longur. Eftir at hon varð vald aftur í løgtingið á seinasta løgtingsvali, hevur hon starvast sum ráðgevi hjá Tryggingarfelagnum Føroyar, hálva tíð. Tí heldur hon seg vera gegniga at kanna Eik grunnin frá 2002 til 2010 og eftirlitið við grunninum frá 2002 til mai í ár. Nenvdin er vald Saman við henni vórðu Helgi Abrahamsen í Sambandsflokkinum og Joen Magnus Rasmussen í Fólkaflokkinum valdir at gera kanningina. Tryggingarfelagið Føroyar keypti 70 prosent av Eik Banka eftir skrædlið í 2010, og hevur forkeypsrætt til hini 30 prosentini, sum Fíggjarligt støðufesti eigur. Løgtingið samtykti einmælt mikudagin uppskotið til samtyktar hjá Johan Dahl, landsstýrismanni, um at seta trý tingfólk at kanna Eik grunnin og eftirlitið við grunninum. Tó broytti tingið uppskotið soleiðis, at eftirlitið skal eisini kannast eftir 2010. Tað mælti ein samd Vinnunevnd til at gera. Fyrsta summarstevnan, Norðoyastevnan í Klaksvík, er hetta vikuskiftið. Og seinnapartin skulu allir kappróðrarbátar, sama hvør støddin er, fyri fyrstu ferð rógva 1000 metrar. Eingin rør longur 1500 ella 2000 metrar í kappingunum um Føroyameistaraheitini. Tað avgjørdi Róðrarsambandið í mars. Orsøkin til broytingina er fyrst og fremst at fáa fleiri manningar til stóru bátarnar og gera kappróðurin meira áskoðaravinarligan. Fimm áttamannafør og fimm tíggjumannafør hava boðað frá, at tey vera við í dag. Norðoyastevna er fyrsta FM stevnan í kappróðri av sjey í ár. Útvarpið fer at siga frá kappróðrinum á Norðoyastevnu klokkan 15.00 í dag. Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevndini í Klaksvíkar býráði, setti Norðoyastevnuna í gjár. Men túrurin var ikki lættur. Arne Vatnhamar var í svárari neyð á Mount Everest, og tað var um reppið, at hann ikki vann sær oman aftur av heimsins hægsta tindi. Tað ásannar 41 ára gamli lorvíkingurin, sum tó er sera errin av at hava veitrað við Merkinum á heimsins hægsta tindi. Lurta eftir samrøðuni við Arna Vatnhamar um hansara stríð við at vinna upp og niður av Mount Everest. Uni Leitisstein Hansen tosaði fyrr í morgun við Arna Vatnhamar, sum er staddur í Katmandu. Arne Vatnhamar, gjørdist fyri einari viku síðan fyrsti føroyingur, sum náddi upp á heimsins hægsta fjall, Mount Everest. Men túrurin var ikki lættur. Arni Vatnhamar var í svárari neyð á Mount Everest, og tað var um reppið, at hann ikki vann sær oman aftur av heimsins hægsta tindi. Tað ásannar 41 ára gamli lorvíkingurin, sum tó er sera errin av at hava veitrað við Merkinum á heimsins hægsta tindi. Vár Norðberg, 13 ár, í Hvalba vann kappingina hjá teimum elstu, Signhild Johannesen 9 ár, í Saltangará vann miðbólkin, sum tey 7 til 10 ára gomlu vóru í, og hjá teimum yngstu vann Una Símunardóttir 6 ár, í Havn. Í dómsnevndini vóru Ingrid Bjarnastein, Eli Smith og Vár Berghamar Jacobsen. Til ber at síggja Allar 400 tekningarnar á framsýning á Torginum í SMS. Sara Olsvig fekk 37 atkvøðuratkvøður, meðan mótvalevni Aqqaluaq B. Egede fekk 35 atkvøður. Sara Olsvig vann sostatt valið til forman sera tepurt. Tað skrivar tíðindaportalurin Sermitsiaq. Mótvalevni Aqqaluaq B. Egede hevur seinastu tveir mánaðirnar verið virkandi formaður í IA. Fyrrverandi formaðurin Kuupik Kleist, sum hevur staðið á odda fyr flokkin seinastu sjey árini, legði frá sær 31. mars í ár. Nýgggja starvið sum leiðari hjá landsins størsta andstøðuflokki hevur við sær, at 35 ára gamla Sara Olsvig nú gevst sum fólkatingslimur. Fyri einum mánað síðani boðaði Landssjúkrahúsið Vørn frá, at raðfestingar í játtanarkarminum hjá Landssjúkrahúsinum gera, at eftir 31.mai, sum er í dag, verður eingin viðgerð í trýsttanganum hjá Vørn. Landssjúkrahúsið skal brúkar pengarnar, sum tænastan kostar, millum eina og 1,2 milliónir krónur, til annað. Elmar Højgaard, stjóri í Vørn, sum eigur trýsttangan, sigur, at hann hevur einki frætt aftur um málið. Fiskiveiðieftirlitið keypti trýsttangan í 1992. Hetta er einasti trýsttangi í landinum. Seinast, hann varð brúktur, var 24. mars í ár og 8.oktober í fjør. Landsstýrið bað Fíggjarnevndina seta eina millión krónur í fíggjarlógina fyri 2014, so byggjast kann til trýsttangan við Landssjúkrahúsið. Tí samsvarar tað illa við arbeiði og vaktir á Landssjúkrahúsinum, at trýsttangin er á Sandvíkarhjalla og ikki við Landssjúkrahúsið. Jørgen Niclasen sigur, at hann hevur ongar ætlanir um at leggja frá sær. Og hann dugur heldur ikki at síggja, hví hann skuldi lagt frá sær. Samgongan hevur nøkur stórmál at avgreiða nú í summar, so sum avtaluna við kommunurnar um, hvussu nógvar pengar, tær fáa frá landinum fyri at taka eldraøkið. Men tollmálið elvir til so nógvan ófrið í samgonguni, at nøkur í samgonguni halda, at friður verður ikki, fyrr enn Jørgen Niclasen er farin úr landsstýrinum. Sigur løgmaður formanni Fólkafloksins úr landsstýrinum, kann Fólkaflokkurin sjálvandi seta onkran annan í landsstýrið. Slíkt er hent fyrr, til dømis, tá løgmaður, tann sami sum nú, koyrdi Jákup Mikkelsen úr starvinum sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Men á hinari skálini liggur óttin hjá Fólkaflokkinum fyri, at Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin sleppa fram at at stýra landinum beint nú, áðrenn valskeiðið er liðugt um stívliga eitt ár. Og heldur samgongan fram, er spurningurin so, um tey í samgonguni, sum ikki halda, at Jørgen Niclasen er egnaður at vera landsstýrismaður eftir tað, sum hann gjørdi í tollmálinum, halda hann vera egnaðan at vera í løgtinginum, sum hevur størri tign enn landsstýrið. Tveir tingmenn hjá Sambandsflokkinum og annar hjá Miðflokkinum, sjálvur formaður floksins, atkvøddu mikudagin fyri uppskotinum hjá andstøðuni um misálit á Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum. Men mikudagin fyri atkvøðugreiðsluna um misálitið bað ein samd tingmanning hjá Sambandsflokkinum sín egna formann, Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, um at biðja Jørgen Niclasen leggja frá sær. Mánadagin fær løgmaður so, sum skilst, eina áheitan um at brúka hin møguleikan, sum rætt og slætt er at geva Jørgeni Niclasen sekkin, koyra hann úr landsstýrinum. Ikki er greitt, um øll tingmanningin hjá Sambandsflokkinum vil hava Jørgen Niclasen koyrdan frá. Mikudagin vóru teir bara tveir, Helgi Abrahamsen og Reimund Langgaard. Hini vildu fyrst vita, um Jørgen Niclasen vildi fara við góðum. Landsstýrið kann tó halda fram sum ein minnilutastjórn, um Fólkaflokkurin fer úr, og seta álitið á aðrar flokkar í tinginum, ella fáa onkran flokk upp í samgonguna. Tá løgmaður koyrdi Kára P. Højgaard, formann í Sjálvstýrisflokkinum, úr landsstýrinum, tí hann elvdi til so nógvan ófrið í samgonguni, fór Sjálvstýrisflokkurin úr samgonguni, sum kortini varðveitti meirilutan í løgtinginum. Fjarhitafelagið fekk góðkenningina fyri nøkrum vikum síðan. Góðkenningin kann kærast til Fiskimálaráðið áðrenn 4.juni. Og tað fara eigarafeløgini at gera. Í nyggju góðkenningini sum Fjarhitafelagið fekk, stendur millum annað, at roykurin frá hitamiðstøðini skal ikki vera heilsuvandi ella til ampa hjá fólki í nærumhvørvinum. At fjarhitafelagið skal fyribyrgja, at olja og onnur umhvørvisdálkandi evni fara út í umhvørvið. Og óljóð, ristingar og geislingar frá hitamiðstøðini skulu avmarkast sum mest. Og nú skal hitamiðstøðin brenna gassolju, ikki miðaltjúkka tungolja. Tað er eisini greitt er ásett at hitamiðstøðin í mesta lagið kann brenna 1000 tímar um árið, hitamiðstøðin kann to fáa undantaksloyvi at brenna meira. Men eigarafeløgini halda ikki, at tær broytingarnar, sum eru gjørdar í nýggju góðkenningini bøta um vandarnar við einari hitamiðstøð, ið brennir olju. Í skrivinum til undirskriftinnsavningina stendur millum annað Sannføring okkara er ongantíð so greið sum nú Váðin er alt, alt ov stórur til, at vit tora at festa alt okkara álit á nakrar modellútrokningar við alt ov stórum óvissu marginalum skriva eigarafeløgini. Eigarafeløgini halda, at meginreglan yvirhøvur at byggja eina hitamiðstøð í einum øki við vanligum sethúsum er skeiv, og ótíðarhóskandi. hetta snýr seg ikki um, hvussu langur ein skorsteinur skal vera fyri at roykeitur ikki skal lenda í tínari stovu ella í lungunum á tínum børnum. Ella um tríggir oljutangar skulu liggja fimm ella seks metrar frá einum leikvølli, har børn spæla dagliga. Hetta snýr seg um sunnan fornuft . Tey vísa á, at fjarhitaskipan verður lýst at vera grøn , og tí er tað sjálvsagt, at felagið, ið stendur fyri orkuveitingini, ikki skal brenna olju í bústaðarøki , skriva eigarafeløgini. 1 Fípan Fagra 05 31.21 2 Blikur 05 33.02 3 Jallurin 05 37.16 4 Frúgvin 05 39.11 5 Ternan 05 48.06 6 Tekla 05 59.19 7 Hvassi 06 03.11 1 Fípan Fagra 05 54.02 2 Silja 05 56.10 3 Drekin 06 01.02 4 Blikur 06 01.18 5 Jallurin 06 02.19 6 Spógvin 06 10.05 7 Ørnin 06 21.00 8 Sílið 06 38.11 1 Jarnbardur 05 14.03 2 Hvessingur 05 15.18 3 Sølmundur 05 15.24 4 Gongurólvur 05 18.20 5 Tvørabáturin 05 22.11 6 Smyril 05 23.10 7 Lómur 05 29.02 Europeiski miðbankin, ECB, sigur seg rokna við, at felags europeiska bankaeftirlitið fer at kosta 2 milliardir krónur í 2015. Í november tekur miðbankin við eftirlitinum av 130 fíggjarfyritøkum, sum eru tær størstu í Europa. Tað eru fyritøkurnar sjálvar sum skulu rinda fyri eftirlitið. Endamálið við felags bankaeftirlitinum er, at forða fyri at vit aftur fáa eina fíggjarkreppu, sum nú tykist at vera við at hasa av aftur. Danmark hevur ikki enn tikið støðu til, um landið verður við í samstarvinum, men londini sum ikki eru við í evrusamstarvinum hava fingið tilboð um tað. Danski búskapar og innanríkisráðharrin, Margrethe Vestager sigur, at donsku bankarnir skulu ikki rinda fyri tvey eftirlit. Hon sigur, at fer Danmark uppí samstarvið, so er tað nóg mikið, at danska fíggjareftirlitið kannar bankarnar, og síðani letur europeiska miðbankan góðkenna úrslitið. Ein uppgerð hjá ES vísir, at londini hava nýtt 1500 milliardir evrur, fyri at forða fyri at peningarenslið steðgaði upp, tá kreppan kom. Hóast arbeiðsfólk í menningarlondunum støðugt fáa betri arbeiði, so tjena 840 milliónir fólk kring heimin minni enn 11 krónur um dagin. Tað stendur í eini frágreiðing frá Altjóða Arbeiðarafelagnum, ILO. Felagið fegnast kortini um, at tað støðugt gongur framá, og at at fleiri í lægri lønarbólkunum koma uppí miðalflokkin av fólkum. Fegnast verður eisini um, at fátæku londini hava økt tilboðið av arbeiði, hóast kreppuna sum hevur verið. Í Europa tykist støðan at vera tann øvugta, har minkar útboðið av arbeiði, upplýsir ILO. Í løtuni eru 1,5 milliardir fólk sum hava ótrygga tilveru, tí tey hava ikki fast starv, og trygdin er vánalig. ILO roknar við, at næstu fimm árini fara 213 milliónir ungfólk at fáa arbeiði, 200 milliónir av teimum eru í menningarlondunum. Nú verður búskapurin í stuðulsskipanum til vinnulívið í Føroyum kannaður. Áhaldandi óeffisient útluting í smáum tilfeingistreytaðum búskapum . Tað ljóðar óskiljandi fyri vanlig fólk. Men soleiðis eitur ein av fyrstu veruligu granskingarverkætlanunum í búskapi í Føroyum. Og sagt við øðrum orðum verða stuðulsskipanir til vinnulívið í Føroyum kannaðar. Hermann Oskarsson, búskaparfrøðingur og granskari á Fróðskaparsetrinum, stendur fyri granskingini. Tá Eldraráðið varð valt fyri hálvumøðrum ári síðani, kom ráðið eftir, at eingin kanning varð gjørd um tey 60 til 75 ára gomlu, sum eru væl fyri. Tað eru nógvar kanningar gjørdar um viðurskiftini hjá teimum 15 til 20 prosentunum sum eru omanfyri 60 ár, og sum hava tørv á hjálp av ymsum slag, men eingin kanning er gjørd um tey sum eru væl fyri. Fleiri viðurskifti hjá teimum 60 til 75 ára gomlu kunnu setast í verk beinanvegin, sigur Hans Jacob Hermansen Kommunustýrislimir og starvsfólk hjá kommununi hava fingið eintak av kanningini sum Gallup Føroyar fyri kortum gjørdi, og sum skal vera grundarlag fyri arbeiðinum hjá Eldraráðnum, sum skal ráðgeva býráðnum, sigur Hans Jacob Hermansen Eldraráðið hevur ikki nakra ætlan um at kanna viðurskiftini hjá teimum sum eru omanfyri 75 ár. 459 av teimum um 3.000 borgarunum millum 60 og 75 ár vórðu spurd í kanningini. Tað verður gjørt eftir eini lóg um javnari kynsbýti í nevndunum, so helvtin av nevndarlimunum skulu vera kvinnur. Tann lógin kom í gildi á nýggjárinum. Grønlendingar tóku sum heild undir við lógini, men broytingarnar sum nú verða gjørdar, eru so stórar, at tað hevur loypt hvøkk á fólk. M.a. føra grønlendsku miðlarnir fram, at fleiri av teimum sum eru vald í nevndirnar, ikki hava stórvegis royndir at sita í nevndum. Ført verður fram, at búskaparligu viðurskiftini eiga at viga tyngri enn nevndarsessirnir. Landsstýrið hevur millum annað skift helvtina av nevndini í KNI, fyrrverandi Kongliga Grønlandska handlinum út, og í nevndini í grønlendska reiðarínum, Royal Arctic Line, slapp bert ein nevndarlimur at halda fram. Lise Lyck, sum er lektari við Copenhagen Business School, sigur gongdina vera óhepna, serliga nú Grønland ætlar at lata stór útlendsk feløg fáa fótafesti í Grønlandi. Tað gongst heldur ikki serliga væl í grønlendska búskapinum, og tá so stórar broytingar verða gjørdar, kann tað gera ilt verri, sigur hon. Aleqa Hammond, landsstýrisformaður verjir seg við, at tíðin er komin til at lata fleiri og nýggjari kreftir sleppa framat, fyri at vísa hvat tey duga. Dreingirnir duga at rokna og genturnar duga at stava. Ella er tað nú eisini so Maria V. Hansen, Nevndarlimur í Lærarafelagnum, heitir nú á Mentamálaráðið um at kanna próvtølini hjá 9. floksnæmingunum, sum í hesum døgum fara til próvtøkur og gera tey upp eftir kyni, hetta fyri at fáa roynt pástandin um, at genturnar duga betur mál og dreingirnir støddfrøði. Tað verður hildið, at gentur klára seg betur til skrivligu próvtøkurnar innan mál, meðan dreingir klára seg betri innan støddfrøði. Tað kundi verið sera áhugavert at sæð miðalmetini hjá báðum kynunum í teimum ymisku lærugreinunum. Meg minnist ikki at hava sæð eitt yvirlit, sum vísir úrslitið av skrivligu 9. floks próvtøkuni hjá ávikavist gentum og dreingjum, sigur Maria V. Hansen við skúlablaðið. Eg vil heita á Mentamálaráðið at gera eitt slíkt yvirlit. Um tað vísir seg, at stórur munur er millum kynini innan lærugreinirnar, kundi ein hugt eftir, hvør orsøkin til hetta er. Kann vera, at uppgávurnar ikki eru kynsneutralar, ella at tað er frálæran innan lærugreinina, sum er óheppin. Hetta er ein uppløgd granskingaruppgáva hjá Setrinum at farið í gongd við at útgreinað. Okkum tørvar gransking innan fólkaskúlan, gransking, sum vísir okkum, hvat er gott, og hvat treingir at betrast, sigur Maria V. Hansen. Fyrrverandi landstings og landsstýrismaðurin hjá IA, Johan Lund Olsen, fer at loysa Saru Olsvig av í fólkatinginum, eftir at hon í gjár varð vald til forkvinnu í grønlendska flokkinum, Inuit Atagatigiit. Hon teklur við formansstarvinum eftir Bubik Kleist, sum legði frá sær í vár. Sara Olsvig hevði boðað frá, at hon fór at siga sessin í fólkatinginum frá sær, um hon varð vald til forkvinnu í IA. Johan Lund Olsen er varamaður hjá Saru Olsvig í fólkatinginum, og hevur fleiri ferðir avlpoyst hana, síðani hon varð vald í landstingið í fjør. Johan Lund Olsen sigur, at hann hevur havt tætt samstarv við Saru Olsvig, og kennir málini sum hon hevur arbeitt við í fólkatinginum. Tað arbeiðið fer at halda fram, sigur hann. Val til fólkatingið skal vera í seinasta lagi í september næsta ár, men tað er ikki óhugsandi at tað verður fyrr, soleiðis sum polittiska støðan er í Danmark, sigur Johan Lund Olsen við grønlendska kringvarpið. Fyrrverandi danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen er í trongum skóm, og týsdagin verður greitt, um hann heldur fram sum formaður í Vinstra. TV2 skrivar, at 132 fólk eru í leiðsluni hjá Vinstra, og tey skulu avgera lagnuna hjá formanninum. TV2 hevur tosað við 72 av teimum. 28 siga seg stuiðla Lars Løkke Rasmussen, 10 fara at mæla til at hann leggurt frá sær, og 34 fara at taka støðu á fundinum týsdagin. Fleiri feløg hjá Vinstra í Jyllandi, sum hava umboð í kommununum boða nú alment frá, at tey ikki longur vilja stuðla Lars Løkke Rasmussen, og at hann eigur at leggja frá sær. Stórt virksemi er kring alt Danmark í løtuni, bæði millum tey sum stuðla Lars Løkke Rasmussen og tey sum vilja hava hann at leggja frá sær, uppundir fundin týsdagin. Hildið verður, at um Lars Løkke Rasmussen leggur frá sær, so verður Kristian Jensen nýggjur formaður í Vinstra. Maðurin hevði eina riflu og eina pistól hjá sær, tá hann varð tikin, skrivar tíðindastovan, AFP. Tað var leygardagin í farnu viku at ein maður fór inn á jødiska savnið, og myndaupptøka vísti, at hann tók eina riflu úr eini tasku, og skjeyt frá hond. Hann drap eini ísraelsk hjún, eina franska kvinnu og ein ungan mann úr Belgia. Maðurin fór síðani til gongu úr savninum. Løgreglan hevur gjørt nógv fyri at finna tann seka, millum annað við at almannakunngera upptøkurnar, og samstundis biðja fólk um hjálp. Stutt eftir hendingina varð ein maður tikin og skuldsettur. Hann varð kortini latin leysur aftur, tí hann hevði einki við hendingina at gera, men var staddur í grannalagnum. Nú heldur løgreglan seg so hava tikið tann rætta, og hann skal hava tilknýti til víðgongdar bólkar í sýria, skriva tíðindastovurnar. Í dag fer Sambandsflokkurin at hava fund um støðuna hjá samgonguni, eftir at tveir tingmenn hjá flokkinum mikudagin atkvøddu fyri uppskotinum hjá andstøðuni um misálit á Jørgen Niclasen, landsstýrismann. Á fundinum verður Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, biðin um at loysa Jørgen Niclasen úr starvi. Kaj Leo Holm Johannesen hevur sagt, at kemur tann áheitanin frá einum samdum tingbólki, fer hann at gera, sum hann verður biðin um at gera. Mikudagin bað tingmanningin løgmann biðja Jørgen Niclasen siga upp. Tað gjørdi løgmaður eisini spurdi Jørgen Niclasen, um hann vildi fara úr landsstýrinum men landsstýrismaðurin segði nei. Leygardagin frættist so, at Jørgen Niclasen fer at leggja frá sær í dag, mánadag. Men tað avsannaði Jørgen Niclasen, tá Útvarpið tosaði við hann leygardagin. Ikki bara Sambandsflokkurin er í tvíningum í tollmálinum hjá Jørgen Niclasen. Tað er Miðflokkurin eisini. Annar tingmaður floksins, formaður floksins, Jenis av Rana, atkvøddi fyri uppskotinum um misálit á Jørgen Niclasen. Jenis av Rana heitti eisini, av tingsins røðarapalli, á Jørgen Niclasen um at leggja frá sær. Sambært politinum er illgruni um, hvaðani oljan kemur, men illgrunin er ikki staðfestur enn. Tað verður hann kanska í dag. Tvey skip lógu í Kollafirði í gjár, ein russiskur trolari, sum hevur ligið har mannleysur í nøkur ár, tí eingin í Russlandi vil kennast við hann, og eitt føroyskt línuskip. Sløkkiliðið í Havn legði tvær byrgingar á Kollafirði í gjár, aðra við bryggjuna í Kollafirði, og hina við ferjuleguna á Oyrareingjum. Asimutturin á Teistanum er við Norrønu, sum kom á Havnina í morgun, og ætlanin er, at Teistin skal aftur í sigling um Skopunarfjørð seinast í hesi vikuni. Síðani hevur Teistin ligið, Ternan hevur siglt um skopunarfjørð, og Jósup og Silja Star hava røkt nólsoyarleiðina. Sam hevur tveir dagar um vikuna flutt farm úr Havn til Nólsoyar. At byrja við ljóðaði, at Teistin ikki fór at sigla aftur fyrr enn hálvan juli. Men Strandferðslan gjørdi av at senda asimuttin á Teistanum til umvælingar. Fyrst fór hann til Danmarkar, men har fingu teir einki gjørt við hann, og tí var asimutturin sendur á verksmiðju í Finnlandi, har hann er umvældur. Jóhan Petur Abrahamsen, inspektørur hjá Strandferðsluni, sigur, at avgerðin um at umvæla asimuttin var skjótasta loysnin. Skuldi Strandferðslan bíðað eftir einum nýggjum asimutti, tók tað 10 mánaðir. So skjótt sum asimutturin er komin í land, verður farið undir at umvæla Teistan á skipasmiðjuni hjá MEST í Havn. Gongst sum ætlað, verður Teistin klárur at sigla aftur fríggjakvøldið ella hvítusunnuaftan, sigur Jóhan Petur Abrahamsen inspektørur hjá Strandferðsluni. Næsta skúlaár fara 135 børn at ganga í forskúla í Føroyum. Tað er tíggjunda hvørt barn í árganginum. Fyri bara fýra árum síðani var ein forskúli í Føroyum. Nú eru teir fimm. Skúlablaðið skrivar, at elsti forskúlin, tann í Sankta Frans skúla í Havn, er eisini tann størsti. Har vera 51 børn næsta skúlaár. Í Skúlaspíranum í Eysturkommunu vera 33 børn, á Argjahamri 30, á Skála 12 børn, og í Frískúlanum Kelduni í Skálafirði vera níggju børn næsta skúlaár. Men í løtuni er ivasamt, hvussu verður við forskúlunum við skúlaársbyrjan. Pedagogfelagið noktar limum sínum at søkja størv í forskúlunum, og felagið hevur lýst verkfall í forskúlunum á midnátt sunnudagin 17.august. Orsøkin er ósemja við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið um lønina hjá pedagogunum, sum arbeiða í forskúlunum. Sambært Skúlablaðnum er forskúlakunngerðin, sum kom fyri einum ári síðani, fyrsta formliga stigið at skipa samstarv millum lærarar og pedagogar. Ein kanning, sum Voxmeter hevur gjørt fyri Ritzau, vísir, at flokkurin fær sína næstminstu undirtøku, síðani Voxmeter fór at gera kanningar. Vinstri hevði fingið 21,2 prosent av atkvøðunum, um val var nú, og bert einaferð fyrr hevur undirtøkan verið minni. Tað var í 2010, tá flokkurin stóð til at fáa 18,7 prosent av atkvøðunum. Síðani 4. mai hevur Vinstri mist 6,6 prosent av atkvøðunum. Í morgin verður leiðslufundur í Vinstra, og tá verður framtíðin hjá Lars Løkke Rasmussen sum formaður í Vinstra avgjørd. Undan fundinum hava 14 av teimum 98 kommunufeløgunum hjá flokkinum boðað frá, at Lars Løkke Rasmussen eigur at leggja frá sær. Tosað verður eisini um, at fleiri fólkatingslimir arbeiða við at hava ein eyka landsfund, so nýggjur formaður kann veljast. Leggur Lars Løkke Rasmussen frá sær, so verður Kristian Jensen nýggjur formaður í Vinstra. Dýpið, har borað verður, er umleið 65 metrar, og brunnurin liggur skamt frá týðandi undirstøðukervi, tætt við framleiðslueindirnar Ula, Tambar og Gyda. Butch South West brunnurin er sjálvstøðugur, er at hann er hvørki tengdur at Butch East brunninum, sum var turrur, ella Butch fundinum frá 2011. Fyristøðufelagið arbeiðir við eini útbyggingarætlan fyri Butch fundin samstundis sum Butch South West verður boraður. Um Butch South West verður ein fundur, kann útbyggingin møguliga gerast ein sjálvstøðug framleiðslueind, heldur enn at verða knýtt í verandi undirstøðukervi. Centrica er fyristøðufelag, og eigur 40 prosent av verkætlanini, og felagið nýtir Mærsk Giant boripallin til boringina. Hini oljufeløgini, sum eru við, eru Suncor Norge 30 og Tullow Oil Norge 15 . Graham Stewart, forstjóri, sigur í viðmerking, at um Butch South West verður ein fundur, fer tað at leggja týðandi tilfeingi og virði at Butch fundinum. Felagið fer í næstum at boða frá úrslitinum av boringini á Bue leitimiðinum í Norskahavinum, sum Faroe Petroleum eigur ein fjórðing í. Tað liggur tætt uppat týðandi Pil fundinum, sum varð kunngjørt herfyri. Sambandsflokkurin situr í løtuni á fundi á Gamla apoteki, har flokkurin umrøður støðuna hjá samgonguni, eftir at tveir tingmenn hjá flokkinum mikudagin atkvøddu fyri uppskotinum hjá andstøðuni um misálit á Jørgen Niclasen, landsstýrismann. Sambært forsætisráðharranum verður neyðugt at broyta grundlógina, so tann 76 ara gamli kongurin kann lata yngsta barninum og einasta soninum, Felipe prinsi, trónuna. Hann er 46 ara gamal. Juan Carlos hevði stóra undirtøku í fólkinum, tá hann tók við valdinum eftir Franco, generali, sum var einaræðisharri. Men seinastu árini hava fleiri gølur rakt kongshúsið, og tí er undirtøkan minkað. Í 2012 fóru kongurin til Afrika at ferðast, samstundis sum Spania var í djúpari búskaparligari kreppu. Dóttir hansara, Cristina prinsessa, er eisini vavd upp í eina gølu um svik og mutur, og tað hevur gjørt umdømi hjá kongshúsinum uppaftur verri. Ein kanning í februar vísti, at 62 prosent av teimum spurdu søgdu, at 76 ára gamli Juan Carlos eigur at leggja frá sær og lata soninum trónuna. Juan Carlos hevur verið heilsuveikur seinastu árini, og hann hevur fingið fleiri mjadnaskurðviðgerð. Hann hevur verið kongur í Spania í 39 ár. Upplýsingarnar í tollmálinum eru vorðnar so tyngjandi, ikki bara fyri Jørgen Niclasen, men fyri alla skipanina, at sjálvt trúvirðið hjá løgmanni og øllum hansara samgongufeløgum stendur up á spæl. Tað sigur Bjørn á Heygum, advokatur, sum var við til at gera stýrisskipanarlógina. Hann skrivar grein um tollmálið á heimasíðuni in.fo. Bjørn á Heygum sigur, at t að er ikki ein spurningur, hvat løgmaður heldur, og ei heldur ein spurningur um, hvat samgongan meinar og heldur er opportunt av taktiskum, politiskum orsøkum, og sjálvsagt skulu leysasøgur og sleyg ikki avgera, um ein persónur kann sita í einum almennum starvi. Men eru upplýsingarnar so væl undirbygdar við skjølum og vitnisfrágreiðingum, sum í hesum føri, so mugu tær takast í álvara, sigur Bjørn á Heygum. Hann vísir á, upplýsingarnar eru ikki vístar aftur, og tað er heldur ikki kravt, at tær skulu gerast til einkis við einum sakarmáli um ærumeiðing. Vandi er fyri, at tann parturin í politisku skipanini, sum framhaldandi styðjar Jørgen, eisini verður identificeraður, ikki bara við sjalvan landsstýrismannin, men eisini við tað, sum hann stendur fyri, og hevur gjørt og tá vendist ikki aftur, skrivar Bjørn á Heygum. Hóast politiski ófriðurin í løtuni kann fáa avleiðingar fyri arbeiðið hjá kommununum at yvirtaka eldraøkið, arbeiða kommunurnar í løtuni við at gera broytingar og tillagingar í samstarvsavtalunum millum land og kommunur um heimatænastuna og eldraøkið. Kommunurnar lótu Almannamálaráðnum samstarvsavtalurnar 1. mai í ár, og avtalurnar skulu endaliga góðkennast fyri 1. juli. Men øll viðurskifti eru enn ikki avreidd enn, og fleiri broytingar skulu gerast í samstarvsavtalunum, sigur Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum. Men tað samstarva kommunurnar og Almannaráðið um í løtuni, leggur hann aftrat. Tíðin at fyrireika samstarvsavtalurnar hevur verið stutt, tí kommunurnar fingu í november mánaði í fjør boð um, at tær høvdu fimm mánaðar at gera avtalurnar. Og tá tær vórðu latnar Almannaráðnum 1. mai, vóru framvegis ivamál um fleiri viðurskifti. Millum annað fígging, ognarviðurskifti, starvsfólkaviðurskifti og tey, sum fáa heimatænastu, men eru undir pensiónsaldur. Og hóast politiski ófriðurin kann fáa stórar avleiðingar fyri yvirtøkuna av eldraøkinum, so tarnar tað ikki arbeiðnum hjá kommununum at yvirtaka eldraøkið, sigur Eyðun Christiansen. Tingmanningin og landsstýrismannin hjá Sambandsflokkinum hava sitið á fundi á Gamla apoteki síðani klokkan 10 fyrrapartin, og fundurin heldur fram. Hóast eingin eykajáttan til serviðgerðir uttanlands kom í hesum umfarinum, hevur landsstýrismaðurin ikki givið sjúkrahúsunum boð um at spara. Karsten Hansen var ikki á landsstýrisfundinum fyri einari viku síðani, tá so stór óvissa var um eykajáttanina, at hon fór ikki í tingið. Karsten Hansen sigur, at hann hevði fingið lyfti frá samgonguni um eykajáttan. Og hann skilur ikki, hví hini í landsstýrinum ivast í talinum. Talan er um sjey milliónir krónur, hvørki meira ella minni, sigur landsstýrismaðurin. Hann væntar at fáa eykajáttanina seinni í ár. Starvsfólk á Landssjúkrahúsinum fara at vísa runt á stovninum, og áhugaverdar og stuttligar søgur verða at hoyra. Hvør túrur varar ein góðan tíma. Byrjað verður á psykiatriska økinum á Eirargarði, har stutt frágreiðing verður um menningina innan økið. Nógvar broytingar eru gjørdar á vaskarínum, har farið er frá eldri til nýmótans ídnðartøkni. Gingið verður oman á Landssjúkrahúsið í tunlinum undir J.C.Svabosgøtu, og vitjað verður á nýggju líkskoðanarstovuni, og har verður frágreiðing um obduktiónir. Vitjað verður eisini í nýggja skannarumhvørvinum, og har verður greitt frá um CT skannarar og MR skannarar. Rundvísingin byrjar klokkan 18, 18.30 og klokkan 19, og byrjað verður á Eirargarði 16. Og Kringvarpið í Sortudíki fer eisini lata dyrnar upp fyri almenninginum fríggjakvøldið klokkan hálvgum átta. Tá ber millum annað til at síggja nýggju sjónvarpsstovuna hjá Degi og Viku, sum verður tikin í nýtslu seinni í hesi vikuni. Eisini verða fýra konsertir í Kringvarpinum við Marius, Manskórinum, Niklasi og Lenu og Gretu Svabo Bech. Samfylkingin fekk sløk 32 prosent av atkvøðunum og fimm býráðslimir valdar. Sjálvstæðisflokkurin fekk 25,7 prosent og fýra sessir, Bjørt framtíð og Framsókn fingu tveir sessir í part, og Vinstri grønu og Píratar fingu ein sess hvør. Dagur B. Eggertsson, formaður í Samfylkingini í Reykjavík, fer í dag at tingast við formenninar í Bjartari framtíð, Vinstru grønu og Píratum um samgongusamstarv. Sambandsflokkurin hevur sitið á fundi í 4 5 tímar í dag at viðgera støðuna, men stutt eftir klokkan tvey, sum vóru á fundi, hvør til sítt. Tingbólkurin hjá Sambandsflokkinum heitti einmælt á løgmann um at biðja Jørgen Niclasen fara frá sum landsstýrismaður orsakað av tollmálinum. Hesum sýtti Jørgen Niclasen fyri. Og nú hevur so Sambandsflokkurin sitið á fundi í dag at viðgera, hvat nú skal henda. Løgmaður segði fyri útvarpinum hósdagin, at fýra møguleikar vóru til at taka At skriva út nýval, at taka Sambandsflokkin úr samgonguni, at Fólkaflokkurin fer úr samgonguni, og so at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum umhugsaði sína støðu sera gjølla. Torført er at koma til sættis við at skilja alt og at fyrigeva. Tað er ein long proces, sum byrjaði, tá Jógvan var vaksin og sjálvur varð pápi. Karusellin skiftir orð við Eileen Sandá, sum er ógvuliga virkin á føroysku Wikipedia. Nú eru fleiri enn 10.000 greinar í føroysku útgávuni. Á aðalfundinum 28. mai vórðu Bergur Poulsen og Kristoffur Laksá afturvaldir. Bogi Jacobsen, stjóri á Varðanum Pelagic, og Fróði Magnussen, stjóri á Formula, vórðu nývaldir fyri Magna Arge og Jóhonnu á Bergi, sum ikki tóku við vali. Hini í nevndini eru Høgni Hansen, Jón Sigurðsson og Atli Gregersen. Nevndin skipaði seg við Bergi Poulsen sum formanni og Høgna Hansen sum næstformanni. Insulinpumpan verður fest á kroppin og hana má ein allatíðina hava uppi á sær, men hon ger tað munandi lættari at livað við sukursjúku, halda tey bæði. 637 persónbilar eru innfluttir í ár. Fyrstu fimm mánaðirnar í fjør vórðu 591 nýggir bilar innfluttir. Hagtølini vísa eisini, at í síðsta mánað eru 197 persónbilar innfluttir, sammett við 163 í mai í fjør. Og til tykkara, sum dámar væl at vitja pylsuvognar, so vísa hagtølini tíverri, at eingin pylsuvognur er innfluttur í ár, men í fjør kom ein pylsuvognur til landið. Eina tíð hevur verið arbeitt við einum tilmæli um framtíðina hjá Virðisbrævamarknaðinum. Men rakstrarhall, vantandi undirtøka frá børsskrásettu fyritøkunum og tað, at føroysk feløg biðja um at verða strikað í íslendska keypsskálanum fekk nevndina at mæla partaeigarunum til at steðga virkseminum og taka felagið av. Øll, sum vóru á aðalfundinum, tóku undir við tí. Nevndin avgjørdi fyri tveimum mánaðum síðani at mæla aðalfundinum til at strika felagið. Eginpeningurin verður útgoldin partaeigarunum. Virðisbrævamarknaðurin varð stovnaður tann 7.november í 2000 fyri at skapa virði fyri føroysku fyritøkurnar, sum vóru skrásettar í keypsskálum, og fyri at byggja íleggjaraumhvørvi í Føroyum. Tað er ikki ofta,at nýggj feløg verða til, men seinnu árini eru tó nøkur, sum eisini eru komin við í LISA. Nýggjasta felagið, Føroysk Filmsfólk, er 11. limafelagið í LISA. Á aðalfundinum hjá LISA 27.mai varð felagið Føroysk Filmsfólk góðtikið sum limur, á jøvnum føti við hini feløgini. Ymiskt er, hvussu nógvar limir ymsu feløgini hava, og hvussu væl limirnir eru skipaðir. Á aðalfundinum var eisini nevndarval á skránni. Bárður í Baiansstovu og Guðrið Poulsen stóðu fyri vali, og tey vórðu bæði vald aftur í nevndina. Týdningarmikil evni hava verið frammi seinasta ári, og eru ikki liðugt avgreidd enn. Eitt er umskipanin av Mentannargrunni Landsins, og eisini hvussu játtaði peningurin til filmslist skal býtast. Neyðugt er við eykaaðalfundi í heyst, har lógarreglurnar skulu dagførast. Millum annað mannagongdirnar, tá nevndir og ráð skulu mannast. Eftir fundin, sum vardi út við fimm tímar, hevur løgmaður tosað við Jørgen Niclasen og sagt, at Fólkaflokkurin sjálvur má finna eina loysn á ófriðinum, sum tollmálið hevur elvt til í samgonguni. Tingmanningin hjá Sambandsflokkinum heitti mikudagin á løgmann um at biðja Jørgen Niclasen taka seg úr starvinum sum landsstýrismaður. Hesum sýtti Jørgen Niclasen fyri. Fyri trimum vikum síðani boðaði Landssjúkrahúsið Vørn frá, at raðfestingar í játtanarkarminum hjá Landssjúkrahúsinum gera, at eftir 31. mai verður eingin viðgerð í trýsttanganum, sum Vørn eigur. Landssjukrahúsið hevur onki ímóti at passa trýsttangan, men heldur seg ikki eiga rokningina fyri heilsufakligu tænastuna. Og nú skal landssjúkrahúsið brúka pengarnar, sum tænastan kostar, millum eina og 1,2 milliónir krónur, til annað. Brian Nýggjagarð, stjóri í JT kaving, sigur, at tað er alneyðugt hjá kavarum, at ein trýsttangi er tøkur, um ein vanlukka hendir, og tí noyðast kavararnir at fara í verkfall á midnátt. Sambandsflokkurin hevur sparkað bóltin aftur til Fólkaflokkin í málinum um Jørgen Niclasen. Fólkaflokkurin skal sjálvur loysa málið, sigur Sambandsflokkurin. Men Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður og formaður í Sambandsflokkinum, vil tó ikki siga, hvat hann vil hava Fólkaflokkin at gera. Men málið verður loyst í seinasta lagi um 14 dagar, sigur løgmaður. Edvard Heen verður ikki málsviðgerði, men stutt er upp til stjóran, tí kærumál enda á hansara borði, og tí krevur tað, at Edvard Heen veit, hvørja tænastu viðskiftafólkini fáa. Á nýggjárinum fer eldraøkið út til kommunurnar at umsita. Tað hevur millum annað við sær, at fólk, sum í dag eru í starvi hjá Almannaverkinum, skulu í starv hjá kommununum. Men um broytingarnar fara at hava við sær uppsagnir í Almannaverkinum, dugir Edvard Heen ikki enn at siga. 10 næmingar í 7.flokki i Skúlanum á Argjamhamri hava vunnið gull á stórari Legoleage kapping í Pamplona í Spania. Føroysku næmingarnir vunnu við einum heimagjørdum tólmenni, robotti. Evnið í ár var náttúruvanlukkur, og næmingarnir skuldu loysa fýra ymiskar uppgávur. Teir býttu seg sundur at loysa uppgávurnar, sum eisini teir fingu rós fyri. Men tað var tólmennið, robotturin, sum gav eitt fyrsta pláss. Tað varð staðfest eftir kanningarnar á Landssjúkrahúsinum, hagar kvinnan, sum var einsamøll í bilinum, varð flutt eftir óhappið, sigur politiið í morgun. Tað var um hálvgum ellivu tíðina í gjárkvøldið, at ein persónbilur á veg norðureftir fór fram um ein betongbil. Men kvinnan, sum koyrdi persónbilin, misti tamarhaldið á bilinum og fór út av vegnum beint har, sum eitt glopp er í autoverjuni. Bilurin bóltaði tvær tríggjar ferðir omaneftir og endaði á hjólunum 30 40 metrar niðan fyri vegin. Sjóverjuskipið Vædderen lá við bryggju á Sundi. Fólk umborð sóu óhappið henda, og lækni og onnur av skipinum fóru alt fyri eitt til hjálpar. Fyrstu fimm mánaðirnar í ár hava bæði landskassin og kommunurnar fingið meira í skatti samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Tað vísir nýggj skattauppgerð hjá TAKS. Landskassin hevur fingið slakar 534 milliónir krónur í skatti, og tað er nakað meira enn fyrstu fimm mánaðirnar í fjør. Vøksturin er góð fimm prosent. Kommunurnar hava higartil í ár samanlagt fingið slakar 601 millión krónur inn í skatti, tað eru góða fýra prosent meira enn sama tíðarskeið í fjør. Flestu kommunurnar hava fingið meiri í skatti í ár. Millum størru kommunurnar hava Eysturkommuna, Fuglafjarðar kommuna og Tvøroyrar kommuna størstu framgongdina, meðan eitt nú Tórshavnar, Runavíkar og Klaksvíkar kommuna hava framgongd, sum tó ikki er líka stór. Fyrstu fimm mánaðirnar í ár eru góðar 105 milliónir krónur komnar inn í eftirlønarskatti, og góðar 17 milliónir í kirkjuskatti. Eftirlønarskatturin er væl hægri enn sama tíðarskeið í fjør, góðar 11 milliónir krónur meira. Landsstýrið og løgtingið renna undan ábyrgdini og skapa ikki neyðugu karmarnar fyri føroyskum útflutningi. Føroyskar vørur sleppa ikki til lond, sum føroyskar fyritøkur vilja útflyta til. Tað sigur nevndin í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Hon sigur, at Føroyar missa kappingarføri, tí londini, Føroyar kunnu selja fisk og aðrar vørur til, eru so fá. Vantandi heilsufrøðiligar avtalur og vantandi handilsavtalur gera, at føroyskar vørur sleppa ikki á marknaðir, sum kappingarneytarnir selja til. Arbeiðsgevarafelagið heldur, at landsstýrið og løgtingið eru í holt við at leggja frá sær ábyrgdina at skapa karmar fyri føroyskum vøruútflutningi. Heldur enn at taka hesa uppgávu í álvara og raðfesta hana, verður brúkt størri orka til at kjakast um, hvør skal gjalda fyri neyðugar eftirlitsvitjanir úr teimum londum, sum áhugi er fyri at útflyta til. Um myndugleikarnir ikki megna at geva útflutningsvinnuni betri sømdir, eiga teir at viðgera spurningin, um Føroyar hava møguleika fyri at gerast partur av felagsskapi ella skipan, sum so gera handilsavtalur fyri okkum, sigur nevndin í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Jógvan Hansen á JFK sigur við Norðlýsið, at í nýggja partinum, sum verður bygdur niðan fyri ísvirkið, verður nýggj skipan, sum kann at tiðna trý tons av frystum fiski um tíman. Nógv arbeiði er á virkinum, tá fiskiskapurin er góður, men tá nøgdirnar av feskum eru minni, eru møguleikar at virka úr frystum fiski, sum er á goymslu ella fæst frá okkara egnu skipum, sigur Jógvan Hansen. Grønlendska landstingið hevur lækkað gjaldið, sum landsstýrið avgjørdi at seta á makrelin. Og tað ger landstingið, tí landsstýrið bað um tað eftir mótmæli frá vinnuni og trýsti frá samgongulimum. Landsstýrið vildi hava hálva aðru krónu fyri kilo. Men tað er ov nógv, helt vinnan. Fíggjarnevndin hjá landstinginum er vorðin samd um at mæla til at lækka gjaldið niður í 95 oyru. Og tað fer landstingið at samtykkja í morgin. Grønlendska makrelkvotan er 100.000 tons í ár. Verður alt fiskað, fær landskassin 95 milliónir krónur í sín lut. Í fíggjarlógini fyri 2014 er roknað við 90 milliónum frá makrelinum. Talan er um váðafúsan royndarfiskiskap. Í Grønlandi eru ikki skip, sum kunnu fiska makrel. Tí er neyðugt at leiga skip og rigga tey til. Og manningarnar skulu eisini umskúlast. Í samgonguni her heima lurtaðu tey eftir vinnuni. Og tá samgongulimir løgdu trýst á landsstýrið, tók tað aftur sítt uppskot um hálva aðru krónu fyri kilo og bað Fíggjarnevndina lækka gjaldið fyri at fáa ein neyðsemju um málið. Nú er greitt, at nýggja farstøðin og tænastubygningurin við flogvøllin verða tikin í nýtslu 17. juni, og kostnaðarmetingin heldur, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága floghavn. Ikki síðani einaferð í 50 unum hevur nakar rænt lomvigaregg í Lítlu Dímun. Og henda ferðin er bert fingin í lag í sambandi við eina filmsverkætlan til sjónvarpssendingina Spískamarið. Hann sigur, at Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður og formaður í Sambandsflokkinum, heldur fast við, at málið um Jørgen Niclasen elvir til politiska órógv, men hann tekur ikki støðu til, um nakað óreiðiligt er farið fram. Men tingmanningin sigur, at málið hevur við trúvirðið hjá Jørgeni Niclasen og samgonguni at gera, og tí tykist ósemja vera millum løgmann og tingmanningina um, hvat trupulleikin er. Klokkan hálvgum fimm fer aðalstjórnin í Vinstra at hava fund í Odense. Lars Løkke Rasmussen framskundaði sjálvur fundin í leiðsluni, tá hann helt røðu á Christiansborg eftir valið til ES tingið sunnudagin 25. mai. Vinstri misti ein sess, og í røðuni átók Lars Løkke Rasmussen sær alla ábyrgd av vánaliga valúrslitinum, í kjalarvørrinum av málinum um klæðir og ferðir, sum Vinstriflokkurin hevur goldið fyri formannin. Síðani hava eitt veljarafelag fyri og annað eftir boðað frá, at tey styðja ikki longur Lars Løkke Rasmussen sum formann, og tey mæla til, at næstformaðurin, Kristian Jensen, tekur við. Meiriluti av tingmanningini styðjar eisini Lars Løkke Rasmussen, men tríggir framsøgumenn og tríggir í tingbólkinum hjá Vinstra hava boðað frá, at teir vilja hava annan formann. 47 fólk eru í tingbólkinum hjá Vinstra. Eg havi spælt Gekk nakrar ferðirnar. Fríggjakvøldið høvdu vit keypt fýra gekkar, sigur Jóngerð Næs, ið vann 900.000 krónur í Gekkinum fríggjakvøldið. Hon og maðurin vóru í kampingvogni við ommu og abbabørnunum við Gjógv um vikuskiftið, tá túrurin fekk eina fyri tey heilt óvæntaða vend. Í dag vóru hon og maðurin, Brandur Fríðmundsson, í Kringvarpinum eftir stóra vinninginum, har millum annað stjórin í Kringvarpinum heilsaði teimum. Leiklistarskúli Føroya hevur enn einaferð havt eitt væleydna skeið. Endamálið er at viðka um áhugan fyri leiklistini við dygdargóðum skeiðum. Fýra verkstovur vóru, sum allar sjálvandi eru neyðugar skulu sjónleikir gerast veruleiki. Allir lærararnir hava drúgvar royndir á hvør sínum øki, og eru virknir bæði í egnum landi og uttanlands. At skriva til pall er sjálsagt ein sera týðandi partur í allari tilgongdini, leikritið er oftast fyrsta stigið. H esa verkstovuna leiddi Oddfríður Marni Rasmussen. S cenografiin pallnyndin skal í mesta mun stuðla søgugongdini, umframt at loysa allar praktiskar trupulleikar, og lærarin á hesi scenografi verkstovuni var Sámal Blak. Tveir lærarar úr Íslandi vóru eisini Áugústa Skúladóttir undirvísti í leiklist, og Sigrun Valbergsdóttir undirvísti í leikstjórn. Ætlanin er at gera meira burturúr leikunum við ljósið og ljóðið og øðrum tillagingum. Tí í heyst verður stevna í Íslandi fyri nýskrivaðar leikir, og ætlanin er, at føroyingar eisini skulu luttaka við leikum, sum eru gjørdir á Leiklistarskúla Føroya. Hóskvøldið verður nýggj sjónvarpsstova tikin í nýtslu í Sortudíki, haðani Dagur amp vika og aðrar føroyskar sendingar í framtíðini fara at verða framleiddar í Kringvarpinum. Hetta til hóskvøldið kann tískil verða óreglusemi á beinleiðis framleiðslum og í teimum tøkniligu skipanunum, sum stroyma beinleiðis á heimasíðuni, kvf.fo Kringvarpið harmast teknisku umleggingarnar, ið samstundis eru neyðugar í samband við at dagføra og nútímansgera sjónvarpsstovuna, har sendingar verða framleiddar. Avgerðin um, hvat skal henda í kjalarvørrinum á tollmálinum, skal ikki bara takast á ovastu rók í Fólkaflokkinum, tað er hjá landsstýrisfólki og tinglimum. Formaðurin í Havnar Framburðsfelag, Jógvan Poulsen, heldur tað vera nátúrligt, at lokalfeløgini eru við, tá málið skal viðgerast, og Heðin Zachariasen, formaður í Norðstreymoyar Fólkafloksfelag, er samdur við Jógvan Poulsen. Hósdagin í næstu viku fer Føroya rættur at viðgera ákærurnar móti tveimum monnum, sum eru ákærdir fyri rán uttan fyri BankNordik í Húsagøtu í Havn annað páskakvøld. Føroya rættur fekk ákæruritini fríggjadagin. Menninir vóru varðhaldsfongslaðir til í dag. Men ákærin bað rættin leingja varðhaldsfongslingina til hósdagin í næstu viku. Annars var, eftir áheitan frá ákæranum, sett forboð fyri at endurgeva tað, sum varð sagt á stutta rættarfundinum fyrrapartin. Orsøkin er, at vitnið í málinum, unga kvinnan, sum var fyri ráninum, skal ikki vita, hvat teir ákærdu hava sagt í rættinum. Vandin fyri, at teir ávirka vitnið, var grundgevingin fyri, at bæði ákærin og dómarin vilja hava teir í varðhaldinum, til dómsviðgerðin byrjar hósdagin 12. juni klokkan níggju. Kavararnir í Føroyum fóru í verkfall á midnátt, tí eingin passar einasta trýsttanga í Føroyum longur, og eingin loysn er funnin fyri tangan. Sostatt er eingin viðgerð fyri kavarasjúku, og kavararnir tora ikki at arbeiða, uttan at trýsttangin er tøkur, um ein vanlukka hendir. Karsten Hansen, landsstyrismaður, fer ikki at áleggja Landssjúkrahúsinum at finna tær 1,2 milliónir krónur, sum vanta í til trýsttangan, tí so verða aðrar viðgerðir niðurraðfestar. Landsstýrismaðurin í heilsumálum sigur, at hann bað um játtan á fíggjarlógini til trýsttangan á fíggjarlógini, men tað fek hann ikki. Amerikanski forsetin, Barack Obama, er komin til Evropa á vitjan, og hesa vikuna skal hann vitja Pólland, Brússe, Paris og í Normandíið. Í Pólllandi hittir Obama leiðarar í mið og eysturevropeisku londunum, millum annaðnýggja forsetan í Ukraina, Petro Porosjenko. Á ferðini fer amerikanski forsetin at vissa eysturev ropeisku NATO londini um, at NATO fer at verja tey. Fleiri av smáu londunum kæra sína neyð, tí Russland gerst alsamt meira víðgongt. Ein, sum hevur funnist at amerikanska forsetan, er fyrrverandi polski forsetin, Lech Walesa, sum ikki heldur, at USA hevur verið sína uppgávu vaksið. Í morgin verður Barack Obama við at hátíðarhalda, at tað eru 25 ár liðin síðani fyrstu fræslu valini vórðu hildin í Pólllandi 4. juni í 1989. Fríggjadagin verður Barack Obama í Normandínum, tí tá eru 70 ár liðin síðani, at sameindu deildirnar fóru á land har. Russiski forsetin verður eisini við til tað hátíðarhaldið, men Vladimir Putin og Barack Obama fara ikki at tosa saman, sigur ein talsmaður fyri Hvítu húsini. Teir smáu norsku nótabátarnir eru farnir at fiska makrel, og teir siga frá nógvum makreli fram við norsku strondini, skrivar Fiskaren. Støddin á makrelinum er eisini góð, í dag sigur ein skipari frá at miðalstøddin er 495 gramm. Í gjár landaði ein annar bátur, og tá var miðalstøddin 421 gram. Formaðurin í danska Vinstraflokkinum, Lars Løkke Rasmussen, fer at siga seg frá sum formaður í flokkinum, á leiðslufundinum sum byrjar kl. hálvgum fimm. Trupulleikarnir hjá Lars Løkke Rasmussen byrjaðu av álvara 12. mai, tá Ekstra Blaðið skrivaði, at flokkurin hevði keypt klæðir og skógvar til formannin, og rindað við floksins pengum. Síðani kom fram, at flokkurin eisini hevði rindað fyri eina uttanlandsferð hjá Lars Løkke og familjuni, og síðani varð spurnartekin sett við, um hann hevði goldið skatt av pengunum. Á valinum til Evropatingið, sum var 25. mai, fekk Vinstri ein undir vangan, og fekk bert 16,7 prosent av atkvøðunum. Flokkurin misti ein tinglim, og hevur nú bert tveir. Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum sigur seg hava fullan stuðul frá ting og landsstýrismanninini hjá flokkinum í íkomnu politisku kreppuni í kjalarvørrinum á tollmálinum. Misálitisváttanina frá formanninum í Miðflokkinum og tveimum sambandstingmonnunum kallar Jørgen Niclasen fyri eitt misljóð í samgonguni, sum hann og Kaj Leo Holm Johannesen í felag fara at loysa komandi dagarnar Nógv hildu, at klæðir fyri 152.000 krónur, alt frá klædningum til undirklæðir, keypt fyri pening hjá flokkinum, Mallorca ferðir fyri familjuna, sum flokkurin rindaði, og eyka reingerð av hotelkamari, orsakað av royking, sum flokkurin eisini rindaði, var ov nógv av tí góða. Men so var ikki. Lars Løkke Rasmussen verður sitandi sum formaður. Tað gjørdist greitt á lagnufundinum hjá Vinstraflokkinum í gjár. Ein samd aðalstjórn í flokkinum styðjaði Lars Løkke Rasmussen einmælt. Sostatt heldur hann fram sum formaður, og Kristian Jensen heldur fram sum næstformaður. Fjølmiðlar hava annars borið tíðindi um, at hann nú varð liðugur í politikki, og spurningurin var so bara, hvør skulu taka við sum formaður fyri Vinstraflokkin. Á tíðindafundi eftir langa langufundin, sum vardi í sjey tímar, segði Lars Løkke Ramsussen, at hann er errin av at vera formaður fyri Vinstraflokkin, og at uppgávan nú er at skapa frið og tryggleika innanfloks, og tað eru sár, sum skulu lekjast, sum hann tók til. Kristian Jensen, næstformaður, segði eftir tíðindafundin, at nógv hevur verið skrivað og sagt í hesum málinum av vinstrafólkum, men tað er alt gjørt í kærleika til Vinstraflokkin, ikki fyri at syndra flokkin. Eg minnist einki comeback, sum líkist hesum. Hetta má vera størsta comeback, síðani Lasarus reis upp frá deyðum. Hetta er sera, sera óvanligt, sigur Jarl Cordua. Sambært Jarl Cordua, hevur tað havt stóran týdning fyri Lars Løkke Rasmussen at savna alla aðalstjórnina í einum rúmi, har hann hevur kunnað víst aftur og greitt frá teimum skuldsetingum, sum hava verið móti honum. Hóast Lars Løkke Rasmussen hevur sannført aðalstjórnina í Vinstra, er stóra avbjóðingin at sannføra veljararnar hjá flokkinum og at endurskapa trúvirðið hjá flokkinum. Tí nógvar atfinningarsamar røddir hava verið frammi í baklandinum hjá flokkinum. Tað sigur Tanja Frederiksen, viðmerkjari, við DR. Fólkatingið samtykti í gjár endaliga tvær lógarbroytingar, sum koma í gildi í Føroyum. Onnur er avlurtingarlógin, sum skal lætta um hjá løgregluni at kanna fólk, sum eru undir illgruna. Løgtingið vildi ikki hava logging við í lógina. Og hon var so heldur ikki við, tá fólkatingið fekk lógaruppskotið úr danska Løgmálaráðnum. Í upprunaliga uppskotinum var ætlanin at áleggja telefeløgunum skyldu til at skráseta og goyma eitt nú telefonsamrøður, so politiið kundi brúka tær í sínum kanningum og ákæruritum. Hin lógin er útlendingalógin, sum skal broytast, so tað verður høgligari hjá føroyskum byggifyritøkum at fáa handverkarar úr ES til Føroya at arbeiða. Tá lógarbroytingin er komin í gildi, ber til at fáa faklærda arbeiðsmegi, handverkarar, úr ES, so leingi arbeiðsloysið í Føroyum ikki fer upp um seks prosent. Í galdandi lóg er markið hálvt fjórða prosent. Grein 19 nevndin, sum løgtingið valdi í síðstu viku at kanna Eik Grunnin og eftirlitið við grunninum, fer at hava fyrsta fundin í næstu viku. Tá fer nevndin millum annað at skipa seg við formanni og næstformanni, sigur Helgi Abrahamsen í Sambandsflokkinum, sum sjálvur triði varð valdur í nevndina. Hini í nevndini eru Joen Magnus Rasmussen í Fólkaflokkinum og Kristina Háfoss í Tjóðveldi. Ferðafólkini eru úr nógvum londum, tey flestu úr Stóra Bretlandi, USA, Hong Kong og Kanada. Tey gera útferðir, meðan skipið liggur í Havn. Ongin yvirskipaður myndugleiki hevur eftirlit við klintrurutum í Føroyum og kongum, sum verða høgdir inn í berg og nýttir til klintring. Men eitt felag fyri klintrarar sett á stovn, og í felagnum verður trygd raðfest sera høgt. Fyrr í ár settu feðgarnir, Herman og Absalon Eysturoy, upp kongar til tíggju kllintrirutur í Norðradali. Teir eru settir upp eftir altjóða reglum og góðkenning frá Dansk Klatre Union, og felagið fer at hava eftirlit við teimum, sigur Herman Eysturoy Í fjør gjørdi Vágs kommuna íløgur fyri 5,4 milliónir krónur Høvuðsíløgan var í liðugtgerð av nýggja dagstovninum Eikilund inni á Bakka, sum læt upp í mai. Í fjør vóru harumframt eisini gjørdar íløgur á havnarlagnum, millum annað í nýggjar pullartar og fendarar, tí Norrøna sigldi á Vág. Á fíggjarætlanini fyri 2013 vórðu settar 32,2 milliónir krónur av til raksturin, men tá avtornaði, kostaði tað 30,4 milliónir krónur at reka Vágs kommunu í 2013, ella 1,8 milliónir krónur minni enn mett í fíggjarætlanini. Við árslok 2013 var lániskuldin hjá Vágs kommunu 41,4 milliónir krónur Kommunan rindaði í 2013 umleið 1,5 milliónir krónur í rentum. Hon rindar 4,9 milliónir krónur í árligum avdráttum, og í ár fer skuldin væl niður um eina eina ársinntøku. Bara 15 prosent av teimum 325 limunum í Heilsurøktarafelagnum arbeiða fulla tíð. 65 prosent arbeiða 0,70 ella 0,75, og restin arbeiðir minni. Í mongum førum er orsøkin til niðursettu tíðina, at arbeiðið er ov strævið likamliga og sálarliga. Trivnaðarkanningin vísir, at meðalaldurin hjá heilsurøktarum er høgur, 52,7 ár. 200 av teimum 325 limunum eru 51 ár ella eldri. Hóast fleiri heilsurøktarar kundu hugsað sær at arbeitt fulla tíð, tað er átta tímar, sleppa teir ikki, og noyðast at arbeiða sjey tímar ella færri. Grundlønin hjá einum heilsurøktara, sum arbeiðir fulla tíð, er 24,619 krónur Tann, sum arbeiðir 0,75, fær 6.155 krónur minni, ella 18.464 krónur Vaktirnar kunnu mangan eisini vera bara fimm tímar, sum eru spjaddir á nógvar ymsar dagar, og við mongum stuttum arbeiðsdøgum hava starvsfólkini ikki møguleika til at arbeiða eyka aðrastaðni. Á fleiri ellis og røktarheimum eru reingeringin, køksstarvsfólkini og ítrivstilboðini skerd, og heilsurøktarar, sum eru útbúnir at veita heilsu og sjúkrarøkt, hava merkt, at trivnaðurin hjá bæði teimum sjálvum og búfólkunum er versnaður, vísir kanningin. Eigarafeløgini inni á Gøtu og í Hoyvíkshaganum hava nú kært avgerðina at lata Fjarhitafelagið byggja eina hitamiðstøð í Hoyvík. Eisini hava heilsustarvsfólk, sum búgva í økinum, sent eina kæru í málinum. Í nyggju góðkenningini, sum Fjarhitafelagið fekk, stendur millum annað, at roykurin frá hitamiðstøðini skal ikki bera í sær heilsuvanda, ella vera til ampa hjá fólki í nærumhvørvinum. Fjarhitafelagið skal eisini fyribyrgja, at olja og dálkandi evni fara út í umhvørvið, og óljóð, ristingar og geislingar frá hitamiðstøðini skulu avmarkast sum mest. Men eigarafeløgini og heilsustarvsfólkini í býlinginum halda ikki, at tær broytingarnar, sum eru gjørdar í nýggju góðkenningini, bøta um vandarnar við einari hitamiðstøð, ið brennur olju. Eigarafeløgini hava eisini savnað undirskriftir hesa seinastu tíðina at mótmæla hitamiðstøðini. Í skrivinum til undirskriftinnsavningina stendur millum annað, at broytingarnar hava ikki bøtt um heilsuvandarnar, sum kunnu standast av einari hitastøð, ið brennur olju. Sannføring okkara er ongantíð so greið sum nú Váðin er alt, alt ov stórur til, at vit tora at festa alt okkara álit á nakrar modellútrokningar við alt ov stórum óvissu marginalum , skriva eigarafeløgini. Eigarafeløgini halda, at meginreglan yvirhøvur at byggja eina hitamiðstøð í einum øki við vanligum sethúsum er skeiv og ótíðarhóskandi. Landsverk fer nú at broyta bilaverjurnar fram við vegunum fyri at bøta um ferðslutrygdina, eftir eitt ferðsluóhapp á Sundi fyrrakvøldið. Tað skrivar in.fo. Trupulleikin er, at bilverjan gongur niður í vegin, og tá ið bilurin hetta kvøldið rakti verjuna, har hon fer niður í vegin, virkaði hon sum ein rampa, sum sendi bilin upp í loft. Fyri 10 20 árum síðani stóð endin á bilverjunum beint út. Hetta elvdi til okkurt álvarsligt ferðsluóhapp, tá bilar rendu í endan á bilverjuni. Eftir hetta varð avrátt at føra endan á bilverjuni á skák niður í vegjaðaran, so áðurnevndi vandi var burtur, skuldi óhapp hent. Men broytingin hevur borið við sær, at skráin undir óhepnum umstøðum kann virka sum rampa, tá ið bilur við nógvari ferð rennur á endan á bilverjuni. Nú tað kortini hava verið tilburðir, har hendan loysnin ikki altíð hevur verið nøktandi, verður bilverjan nú snarað burtur frá vegnum. Landsverk sigur við in.fo, at í stóran mun fer hetta at verða gjørt, tá ið nýggjar bilverjur skulu settast upp, ella gamlar verða umvæ ldar. Eisini verður víst á, at alt ov nógv glopp eru í bilverjuni. Hesum taka vit t á Landsverki undir við, tí best er at hava so samanhangandi bilverju sum gjørligt. Men neyðugt er eisini at taka onnur atlit, eitt nú atgongd til seyðarættir, seyðarakstur, jarðarteigar og annað í hesum sambandi, sigur Landsverk. Á middegi mánadagin kom danska nótaskipið Asbjørn Senior á Havnina úr Hirtshals. Og í morgun fór Asbjørn Senior til Kollafjarðar at liggja. P f South Pelagic í Vági, sum eigur Grunnabarð, ið hevur royndarloyvi at fiska hvítingsbróðir til hálvan juli, hevur, sambært in.fo, arbeitt við at fáa Asbjørn Senior í føroyska flotan, og felagið hevur søkt um loyvi at fiska uppsjóvarfisk. Í síðstu viku varð so nýtt partafelag stovnað í Vági, P f Baglhólmur, við sama endamáli sum South Pelagic, millum annað at reka skip. Nevndarformaðurin í South Pelagic, Finnbjørn Poulsen, og stjórin, Aleksander Nordenskjold Vilhelm, stovnaðu Baglhólm, og teir eru ávikavist nevndarformaður og stjóri í tí felagnum eisini. Aleksander N. Vilhelm hevur ongar viðmerkingar enn. Hann sigur, at eitt tíðindaskriv kemur seinni í dag. Asbjørn Senior er ikki keyptur enn, men tað er um tað lagið, skilst. Grunnabarð fiskaði bæði makrel og sild í fjør. Thor keypti skipið, tí Thor hevði loyvi at fiska uppsjóvarfisk. Men nú eigur South Pelagic aftur Grunnabarð. Her koma ymisk fólk, sum duga og tora at seta orð á truplar spurningar, í útvarpsstovuna. Gestirnir vita ikki frammanundan, hvørjir spurningarnir verða. Leiklistaráðið er stýrið fyri Tjóðpall Føroya. Og ein av fremstu uppgávunum, sum eru fyri framman, er at seta nýggjan stjóra fyri Tjóðpall Føroya. Eisini tekur ráðið sær av yvirskipaðu viðuskiftunum í sambandi við yrkisleiklist og leiklist sum heild. Eitt nú tilmælunum til stuðulin til yrkisleiklist. Tveir av limunum skal landsstýrismaðurin tilnevna eftir egnari avgerð. Annar skal vera formaður og hin fíggjar og roknskaparkønur. Ráðið sær nú soleiðis út, og skal sita 3 ára tíðarskeiðið frá 1.mai 2014 til 30.apríl 2017 tó skal starvsfólkaumboðið veljast annaðhvørt ár Tað er Jenny C, Petersen, ið er virkandi stjóri á Tjóðpalli Føroya, og hevur hon verið stjóri síðan Tjóðpallurin varð settur á stovn í 2004, stjórin situr fyri fimm ár í senn. Kúfiskur er ein skel, sum situr niðurgrivin á havbotninum og sum verður sera gamal, fleiri hundrað ár. Kúfiskur verður ofta nevndur havsins træ. Í skelini á kúfiski eru árligir vakstrarringar, sum kunnu siga okkum millum annað, hvussu nógv hann hevur fingið at eta hvørt ár. Føðin hjá kúfiski er plantuplankton. Við hesari vitan ber til at endurskapa mongdina av plantuplankton fleiri hundrað ár aftur í tíðina. Gongdin í teimum fyrstu liðunum í føðinetinum, sum er plantu og djóraplankton, er grundleggjandi fyri, hvussu onnur lið í føðinetinum eru fyri, so sum sild og toskur. Hendan vitan gevur okkum møguleika at svara grundleggjandi spurningum um vistskipanina á Landgrunninum og harav vitan um sveiggini í okkara berandi vinnu, fiskivinnuni. Kavararnir eru í verkfalli, tí trýsttangin vegna vantandi fígging er ikki longur virkin, og fyrrapartin hevur málið um trýsttangan verið fyri á landsstýrisfundi. Semja varð gjørd um, at tangin nú skal flytast av Sandvíkarhjalla á Landssjúkrahúsið, og at Heilsumálaráðið rindar fyri flutningin. Stríð hevur verið um rokningina fyri gjøld til læknar, sum skulu vera á vakt, men har hevur landsstýrið gjørt eina fyribilsavtalu um, at Vørn í nakrar mánaðir rindar ta rokningina, til ein endalig loysn er funnin. Alt bendir á, at løgmaður sleppur ikki undan at taka støðu til, hvat skal henda við landsstýrissessinum hjá Jørgen Niclasen, formanni í Fólkaflokkinum og landsstýrismanni í fíggjarmálum. Jørgen Niclasen, sum seinnapartin í gjár var á fundi við landsstýris og løgtingsmanningina hjá flokkinum, sigur seg hava fullan stuðul frá teimum. Í kvøld kl 18 er floksleiðslan hjá Fólkaflokkinum boðsend á fund í flokshølunum í Havn. Floksleiðslan er umboð fyri lokalfeløgini, landsstýrisfólk og tingfólk hjá flokkinum. Formaðurin í Erbyrgjufelaginum vitjar í útvarpsstovuni, har hann greiðir frá vandunum við mikrobylgjugeisling. Við sær hevur hann eitt tól, ið kann máta mikrobylgjugeisling frá fartelefonum og øðrum tólum í móttaka og senda signal. Tað var Føroya Symfoniorkestur, sum framførdi hesa fyrstu føroysku messuna, saman við stórum felags norðurlendskum kórið. Ein sera áhugaverd messa, ið vardi umleið 40 45 minuttir, og har partar av kórinum at enda gingu syngjandi út í salin. Teksturin í messuni er settur saman eftir ávísum leisti, hálovan, lovprísan og takk til Gud. Partarnir í hesi messuni vóru Kyrie, Gloria, Sanctus, Benedictus og Agnus Dei. Messan varð sungin á føroyskum, íslendskum, norskum, svenskum, finskum og donskum. Ein sera innilig og sermerkt føroysk messa, um frið millum menniskju og innara friðin í hvørjum einstøkum okkara. Embætisfólk í sponsku umsitingini hava nú gjørt neyðugar broytingar í lógini, so Juan Carlos, kongur kann leggja frá sær, og sonurin taka við. Tjóðartingsformaðurin í Spania sigur, at ætlanin er, at tjóðartingið skal umrøða broytingarnar 11. juni, og síuðani fara uppskotið í senatið, ella yvirhúsið, sum endaliga skal samtykkja broytingarnar. Altjóða tíðindastovurnar skriva, at ein stórur meiriluti verður fyri at broyta lógirnar. Ætlanin er at uppskotini skulu vera endaliga samtykt 18. juni, so Juan Carlos kann leggja frá sær. Blaðið El Pais skrivar, at ætlanin er, at Felipe krúnprínsur skal krýnast sama dag. Tjóðartingsformaðurin sigur, at tann dagurin ikki er ásettur. Umframt Assad sjálvan, eru tvey onnur valevni at velja ímillum, men tey hava neyvan nakran møguleika at verða vald. Nógv bendir á, at valið einans er í teimum pørtunum av landinum, sum Assad, forseti, hevur valdið á. Hildið verður, at seks milliónir fólk eru flýdd frá húsi og heimi, men framvegis eru í Sýria. Haraftrat eru 2,5 milliónir fólk, sum eru flýdd til grannalondini. Eygleiðarar siga, at tað kann tykjast sum forsetavalið við fleiri valevnum er tekin um, at broytingar verða. Men tað verða ongar broytingar, tí Assad, forseti fer at vinna stórsigur, og uttan iva fer at fara fram við enn harðari hond eftir valið. Nógv fólk í Sýria ræðast nógvu islamsku bólkarnar, og tað fær tey at velja Bashar al Assad, forseta, tí tey síggja hann sum einastu verju fyri islamsku ávirkanini í landinum. Teir eru Símun P. Jacobsen, Marita Rasmussen, Bárður Enni, Pól Huus Sólstein, Alda Joensen, Ásmundur Guðjónsson og Guðrun Rógvadóttir. Útflutningsráð Føroya er sett á stovn fyri at stuðla uppundir og betra um marknaðaratgongd og kappingarføri hjá føroyskum vørum og tænastum. Útflutningsráðið skal veita løgmanni og uttanríkistænastuni ráð um handilspolitikk, handilssáttmálar, handilspolitisk átøk og annað, so vinnan fær bestu karmar at virka undir í viðurskiftunum við onnnur lond. Ráðstevnan verður í turkiska býnum, og heimsumfatandi fakfelagsskapurin fyri gransking í altjóða politikki, International Studies Association, skipar fyri. Fleiri enn hundrað granskarar úr øllum heiminum verða við, og Heini verður við sum partur av einum toymi av granskarum úr Evropa og USA, sum varð skipað á danskastovninum fyri mannarættindi í Keypmannahavn í fjør summar. Heini í Skorini, sum er í holt við eina ph.d. verkætlan á King s College London, og sum eisini hevur tillknýti til Fróðskaparsetrið, skal verður andmælingur opponentur í tí eina panelinum. Hetta panelið fer at snúgva seg um, hvussu átrúnaður og átrúnaðarlig virði ávirka mannarættindapolitikk og altjóða lóggávu í ST Við sær á fundin í ovastu leiðsluni hjá Fólkaflokkinum í kvøld hevur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, tey tíðindi, at hann nú ætlar sær at stevna Kringvarpinum og Portal.fo fyri ærumeiðing. Fyri einum tíma síðani sendi advokaturin hjá landsstýrismanninum, Christian Andreasen, út eitt tíðindaskriv, har landsstýrismaðurin verður endurgivin fyri at siga, at grovi ágangurin móti mær seinastu mánaðirnar úr Kringvarpi Føroya og Portal.fo kann ikki longur góðtakast. Í tíðindaskrivinum kallar landsstýrismaðurin tíðindaflutningin fyri eina útspillingarherferð, sum einans hevur til endamáls at oyðileggja hansara politisku framtíð. Stevningin verður latin Føroya rætti ein av komandi døgunum, stendur í skrivinum, og tey, sum stevnd verða eru Dia Midjord, stjóri í Kringvarpi Føroya, Liljan Weihe, tíðindaleiðari í Kringvarpi Føroya, Jan Lamhauge, tíðindamaður í Kringvarpi Føroya og Sveinur Tróndarsson, fyrrverandi tíðindamaður og ábyrgdarblaðstjóri á Portal.fo Jørgen Niclasen ætlar sær at stevna fyri bakbit, og í øðrum lagi fyri ærumeiðing og útspilling. Jørgen Niclasen hevur eisini kært tíðindaflutningin í Kringvarpinum fyri fjølmiðlakærunevndini, sum fer at taka málið til viðgerðar um einar tveir mánaðir. Hann hevur arbeitt við tilfarinum í gott 10 ár, og nú er fløgan loksins liðug. 11 løg eru á útgávuni. 7 løg eru instrumental meðan restin er við sangi. Stílurin er smooth jazz westcoast groovy gospel. Jan spælir sjálvur bass og guitar á fløguni, og hevur sjálvur tikið upp og lagt til rættis. Nakrir av hinum tónleikarunum eru Regin Guttesen, Jósva Debes, Finnur Hansen, Óli Poulsen, Linda Petersen og síðani ein útvaldur skari av dugnaligum svenskum tónleikarum. Tað var ikki fyrr enn vit fluttu til Svøríkis, at eg byrjaði at skriva mín egna tónleik. Í Føroyum var eg oftast upptikin at spæla á konsertum, upptøkum og so víðari. Og so líka tað, at vera pápi at smábørnum. At koma úr einum samanhangi, har tú kendi øll, og øll kendu teg, til eitt samanhang har tú vart annonymur, fekk meg nokk at byrja at skriva. Einsemi, longsul, men eisini vón og gleði vóru faktorar, sum settu dám á tónleikin og tekstin. Óli Poulsen hevur ljóðblandað. Í sambandi við útgávuna er serstøk kapping útskrivað.Tað ræður um at gita, hvar permumyndin á plátuni, sum Uni Árting hevur sniðgivið og sum Eva Johansen hevur tikið, er tikin. Tey, sum luttaka, senda sítt svar og navn við einum telduposti, og vinnarin verður drigin og kunngjørdur á konsert, sum verður í Tutl handlinum tann 11. juli. Vinningurin verður ein Petur Pólson pakki, ein Knút Háberg Eysturstein pakki umframt Tuxedo Rebels pakkan. Harumframt bjóða Tuxedo Rebels eina framførslu heima hjá vinnaranum. Hetta setti tankarnar í gongd hjá Rannvá, sum skrivaði sangin um eingilin Annu. Rannvá sigur víðari, at tá hugskotini koma er neyðugt at vera kvik við penninum, so tað ikki alt fer í gloymskuna. Í sendirøðini síggjast hvussu politikarar, frá serliga smærri plássum, gera sítt ítarsta at fáa síni mál framd á fólktingi, tá teir skulu ganga eftir hálu og bonaðu gólvinum á Christiansborg. Bárður Persson hevur átikið sær leiklutin sum føroyska fólkatingsumboðið, Sjúrður Sjúrðarson, ið hevur sett sær fyri at brúka komandi føroyskar oljukeldur sum argument fyri at hækka blokkin. Vinnumálaráðið fekk tvær vikur afturat og Strandfaraskip landsins fingu eina viku afturat frá Landsstýrismálanevndini at koma við viðmerkingum um fíggjarviðurskiftini hjá Strandferðsluni í 2013. Vinnumálaráðið vildi hava longri tíð enn 14 dagar at svara Landsstýrismálanevndini, tí málið er rúgvismikið, og tað tekur drúgva tíð at gjøgnumganga málið av nýggjum og svara kæruni. Vinnumálaráðið hevur nú fingið freist til 18. juni. Strandfaraskip landsins bóðu um eina viku afturat, millum annað tí nýggjur stjóri, Hilmar Eliasen, tók við á stovninum mánadagin. Strandferðslan hevur nú freist til 11. juni at svara. Allir fýra andstøðuflokkarnir hava kært fyrisitingina hjá Johan Dahl í sambandi við fíggjarligu viðurskiftini á Strandfaraskipum landsins í 2013. Floksformenninir, sum hava skrivað undir kæruna, vísa til frágreiðingina og viðmerkingarnar hjá løgtingsgrannskoðarunum, sum løgtingið fekk 1. mai. Sofus Olsen lat byggja Listasavnið á Sandi, og 17. juni 2006 lat savnið upp. Í desember í fjør hevði Sofus verðið 100 ár, um hann hevði livað. Málningarnir og listaverkini í savninum, eru alt listarverk, sum Sofus Olsen átti sjálvur. Um sumrarnar koma rættiliga fitt av fólki, annars vitja fólk alt árið. Á sjálvum hátíðarhaldinum fer Gunnar Hoydal at greiða frá um Sofus og samtíðar javnaldrar, Ólavur Jakobsen fer at spæla guitar, Niels Uni Dam, fer at lesa úr enduminningum hjá Sofusi, Angelika Nielsen fer at spæla violin, Sunleif Rasmussen fer at greiða frá um nýggjasta verki hjá sær Nordisk Messe. Og Michael Olsen,sum er í ætt við Sofus, fer at greiða frá um grannalagið á Sandi. Málbólkurin er frá 5 ár til 95 ella meir. Bøkurnar venda sær til børn fyrst og fremst, men venda sær eisini til vaksin og teirra hugsannarhátt. Áhugin at spæla móti Føroyum í venjingardystum tykist at vera avmarkaður, og tað er helst tí at eingi lond, sum skulu til HM, hava valt at hita upp móti Føroyum. Fyri nøkrum árum síðani, byrjaði Sverri at leggja til merkis, at hann fekk ilt í høvdið, tá ið hann hevði tosað í fartelefon. Serligani vóru tað tær longu telefonsamrøðurnar, har hann kendi pínu í høvdið aftaná Í sínum arbeiðið, sum sjúkrahúsprestur, er hann sera tengdur at fartelefonini, men hann roynir at brúka hana sum minst og biða fólk ringja á fastnettelefonina. Lokalu feløgini í Fólkaflokkinum góðtaka frágreiðingina hjá formanninum, Jørgeni Niclasen, í tollmálinum, og tey taka undir við, at hann fer at stevna Kringvarpinum og Portalinum. Formaðurin í Havnar Framburðsfelag, Jógvan Poulsen, er væl nøgdur við fundin í gjár, men annars hava onnur feløg, sum Kringvarpið hevur verið í sambandi við, ikki hug at gera viðmerkingar. Absalon í Buð, formaður í Norðoya Fólkafloksfelag sigur, at tey á fundinum í gjár vóru samd um ikki at gera viðmerkingar til málið. Helgi Abrahamsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, atkvøddi fyri misálitinum á Jørgen Niclasen, og hann heldur ikki, at tað, at Jørgen Niclasen ætlar at stevna Kringvarpinum og Portalinum, broytir nakað. Stevningin greiðir løgfrøðiligar spurningar. Okkara mál er politiskt, sigur Helgi Abrahamsen, sum ikki vil gera samrøðu við útvarpið í dag. Reimund Langgaard, tingmaður fyri Sambandsflokkin, atkvøddi eisini fyri misálitinum á Jørgen Niclasen, hann vil ikki gera viðmerkingar í dag, men sigur, at hann er samdur við Helga Abrahamsen, at stevningin ikki broytir nakað. Ein avgerð hjá Kærunevndini hjá Barsilsskipanini kemur nú øllum til góðar, sum eru í somu støðu sum pápin, sum í fjør kærdi Barsilsskipanina, tí hann helt seg hava fingið ov lítið í barsilspengum. Øll, sum hava fingið somu avgerð frá Barsilsskipanini eftir 2.desember í fjør, tá Kærunevndin tók sína avgerð, fáa munin millum tað, tey fingu í barsilspengum, og tað, tey eiga at fáa sambært Kærunevndini. Hini málini, sum eru eldri, skulu venda sær til Barsilsskipanina fyri at fáa eina nýggja avgerð. Kærunevndin hjá Barsilsskipanini hevur givið tveimum monnum viðhald, tí Kærunevndin sigur, at Barsilsskipanin tulkaði og umsat lógina um barsilsskipan skeivt. Tað gjørdi Barsilsskipanin, tá hon avgjørdi, hvussu nógvar barsilspengar, fólk fingu, tá tey fóru í barsilsfarloyvi í styttri tíð enn ein mánað. Tey fingu ov lítið, sigur Kærunevndin. Hon avgjørdi, at tveir pápar, sum kærdu avgerðir hjá Barsilsskipanini, skulu fáa nakrar túsund krónur afturat haðani. Nú hevur løgtingið broytt lógina eftir uppskoti frá Vinnumálaráðnum. Lógin er nú orðað soleiðis, at eingin ivi skal vera um, at tey, sum umsita hana, tulka og umsita hana rætt. Og lógin er broytt soleiðis, at hon nú svarar til tulkingina og umsitingina hjá Barsilsskipanini. Og sambært Kærunevndini eiga tey pengar til góðar, sum fingu ov lítið frá Barsilsskipanini, tí skipanin, sambært Kærunevndini, umsat lógina skeivt. Tað fekk Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, váttað á landsstýrisfundi í gjár. Men um talið verður sjey milliónir krónur, sum tað var á landsstýrisfundinum mánadagin í síðstu viku, er óvist. Á fundinum í síðstu viku var ikki undirtøka fyri at leggja eykajáttanarlógina fyri tingið í síðstu viku, tá tingfundur var. Karsten Hansen var ikki sjálvur á landsstýrisfundinum, hann var burturstaddur. Men sambært honum var eingin ivi um talið. Tað var sjey milliónir, hvørki meira ella minni, segði landsstýrismaðurin fyrr í vikuni. Um talið framvegis verður sjey milliónir á ólavsøku, ber ikki til at siga nú, sigur Karsten Hansen, tí kontan serviðgerðir uttanlands verður virkin í tveir mánaðir afturat, áðrenn eykajáttanin kemur í tingið. Karsten Hansen sigur, at sjúkrahúsini hava ræðið á játtanini til serviðgerðir uttanlands. Men landsstýrismaðurin noyðist at biðja tingið um eykajáttan, verður tað neyðugt. Karsten Hansen sigur, at í morgin verður fundur við tey, sum umsita kontuna serviðgerðir uttanlands fyri at fáa greiði á, um neyðugt er at spara nú, ella um tað skal bíða til eftir ólavsøku at taka avgerð, um haldast skal aftur ella ikki. Leipzig er grundleggjandi øðrvísi enn tær báðar undanfarnu, tí tónleikurin hjá ORKA er í støðugari broyting eins og orka úti í náttúruni, sigur Jens L. Thomsen. Orka byrjaði sína tilveru í einum fjósi á Innan Glyvur á Skálafjørðinum eitt 2. jólakvøld miðskeiðis í nullunum. Síðan hevur ORKA verið á konsertferð við heimskenda Yann Tiersen, innspælt í saltsiloini í Havn og spælt upp á Føroyar. Uni Leitisstein Hansen hevur tosað við høvuðsmannin í ORKA, Jens L. Thomsen, um hvat vit kunnu vænta okkum frá ORKA í hesum umfari. Limirnir í Útflutningsráðnum eru Marita Rasmussen, Símun P. Jacobsen, Bárður Enni, Pól Huus Sólstein, Alda Joensen, Ásmundur Guðjónsson og Guðrun Rógvadóttir. Útflutningsráð Føroya er sett á stovn fyri at stuðla uppundir og betra um marknaðaratgongd og kappingarføri fyri føroyskum vørum og tænastum. NETS hevur kannað málið, og er komin til tað úrslit, at trupulleikin stavar frá eini danskari fyritøku, sum veitir tænastur til fleiri nethandlar í Danmark. Hendan fyritøkan sleppur fyribils ikki at selja nettænastur, fyrr enn trupulleikin er loystur, sigur Søren Winge, samskiftisleiðari hjá NETS. Sildberin verður settur í sigling á skúvoyarleiðini seinast í hesum mánaðinum, hóast nógv er eftir at gera. Hann fer at kosta góðar 7,6 mill. krónur Uppsjóvarfelagið Varðin í Gøtu, sum fyrr í ár setti pening í línuskipið, Eivind, hevur nú keypt djúpvatnstrolaran, Rankan frá Realinum. Rankin hevur ikki verið í vinnu síðani hann fiskaði makrel í fjør. Skipið fór á tvingsilssølu í vetur, og Realurin keypti skipið fyri 15 milliónir krónur Sum skilst keypir Hvanngarður skipið frá Realinum fyri somu upphædd. David Jacobsen, sum er stjóri fyri virkseminum, Varðin hevur í Runavík, sigur, at ætlanin er, at Rankin skal halda fram við at partrola saman við Suðringi, og at skipini framvegis skulu hoyra heima á Tvøroyri. Fer skipið at fiska upsa, so er ikki óhugsandi, at Rankin fer at landa til virkið í Runavík, men eingin endalig avgerð er tikin um tað enn, sigur David Jacobsen. Ein orsøk til at Varðin hevur gjørt av at keypa Rankan er eisini, at skipið framhaldandi skal hoyra heima á Tvøroyri. Eysturoyartunnilin verður liðugur í 2019, men innkomuvegurin til Havnar fær ikki seinastu játtanina fyrr enn í 2020. Sostatt verður nýggi vegurin neyvan liðugur at taka ímóti ferðsluni, tá Eysturoyartunnilin letur upp. Frá 2018 til 2020 verða játtaðar 94 milliónir, og saman við tí, sum higartil er játtað, verður kostnaðurin fyri innkomuvegin tilsamans 116 milliónir krónur. Stevnir Jørgen Niclasen Kringvarpinum og Portalinum í tollmálinum, eigur hann at bíða eftir dóminum, seta seg sjálvan til viks og fara í løgtingið. Hann viðgongur, at hóast misálitið fall við teprum meiriluta, hevur Jørgen Niclasen fingið álitisváttan frá hægsta politiska myndugleika. Jenis av Rana heldur, at løgmaður eigur at ávirka Jørgen Niclasen at fara úr Fíggjarmálaráðnum, tí tað fer at endurskapa álit á politisku skipanina. Meirilutin mælir til, at ovasta leiðslan verður ein depilsstjóri, sum mótvegis landsstýrismanninum fær evstu ábyrgdina av virkseminum í Marknagilsdeplinum. Harafturat eigur at setast ein tilmælandi og ráðgevandi nevnd, sum vísir beinleiðis til depilsstjóran. Nevndin skal millum annað hava ábyrgd av inntøkufíggjaða virkseminum hjá skúladeplinum. Sjálvsognarstovnarnir, Tekniski skúli og Handilsskúlin, mæla til, at ovasta leiðslan verður eitt stýri, sum mótvegis landsstýrismanninum fær evstu ábyrgd. Landsstýrismaðurin bað í desember í fjør 12 fólk í leiðslunum í Føroya Studentaskúla, Føroya Handilsskúla í Tórshavn og Tekniska Skúla í Tórshavn, Yrkisdeplinum og Mentamálaráðnum gera tilmæli um, hvussu berast skal at, tá teir tríggir miðnámsskúlarnir í høvuðsstaðnum skulu undir felags leiðslu og umsiting í Marknagili í 2016. Og tey tilmælini fekk Bjørn Kalsø í gjár. Hann sigur, at hann fer nú at taka støðu til nógvu tilmælini í álitinum. Arbeiðssetningurin hjá nevndini var umfatandi. Og tað gjørdist skjótt greitt, sigur nevndin, at nakrir spurningar í arbeiðssetninginum elva til nýggjar spurningar. Fyri ikki at tarna viðgerðini, mælir nevndin tí til fyribils loysnir í teimum førum, har sum uppskot hjá nevndini krevja víðari viðgerð og støðutakan. Fyra umsóknir vóru til nýggja starvið sum sóknarprestur í Suðurstreymoyar norðara prestagjaldi. Umsóknarfreistin var úti í gjár, og ætlanin er at innstilla prestin fyri summarsteðgin, stendur á heimasíðuni hjá fólkakirkjuni. Eftir ætlan, skipar dómprósturin sóknarprestin í nýggja embætið við gudstænastu í Hoyvíkar kirkju 31. august, skrivar folkakirkjan.fo. Neyva talið er nú komið at standa í kunngerðina um gjald fyri sjúkrahúsviðgerð. Prísurin er tó bara galdandi fyri tey, sum ikki hava rætt til ókeypis viðgerð á sjúkrahúsunum í Føroyum. Fólk, sum búgva í Føroyum, hava rætt til ókeypis viðgerð, og eisini eitt nú ferðafólk, har avtala er við sjúkrahúsini í heimlandi teirra um, at tey rinda fyri viðgerðina, ella tá millumtjóðaavtalur ella aðrar avtalur borga fyri ókeypis viðgerð. Onnur gjøld, sum nú eru nevnd í kunngerðini, eru 1500 krónur fyri sjúkraflutning, og fyri samskifti og samskipan við útlendsk tryggingarfeløg, arbeiðsgevarar og onnur er ómaksgjaldið 600 krónur um tíman. Tá Ternan fer aftur í Nólsoyarfjørð at sigla, og tað verður longu í morgin, verður bíligari at sigla millum Nólsoynna og Havnina, upplýsir Strandferðslan. Og verandi mánaðarkort kunnu brúkast, til tíðarskeiðið á kortunum er runnið. 10 túrakortini kunnu eisini brúkast, til uppi er, stendur á heimasíðuni hjá Strandfaraskipum Landsins. Í Danmark hava alsamt fleiri barnaansingarstovnar sett mannligu pedagogunum forboð at skifta blæu, og at hava børn sitandi í fanginum. Tað skrivar tv2.dk. Sambært kanning, sum lærdi háskúlin í Aarhus hevur gjørt, hava umleið 100 dagstovnar í Danmark sett mannligu pedagogunum forboð at hava nærsamband við børnini. BUPL hevur tosað við fleiri av mannligu pedagognunum, sum arbeiða undir hesum forboði, og við starvsfelagar teirra. Og tey eru samd um, at tað er órímiligt, at ymsar reglur eru galdandi fyri menn og kvinnur. Men trupulleikin er, at vit skapa ræðslu, og tað er ógjørligt at gera nakað pedagogiskt arbeiði, tá alt verður koyrt í tvíningar á henda hátt, sigur Birgitte Conradsen, næstforkvinna í BUPL. Tí var ein broyting í grindakunngerðini til viðgerðar á landsstýrisfundinum mikudagin. Í fylgiskjali til kunngerðina, sum kom í fjør summar, stendur, at blaðið á mønustingara skal vera 117 millimetrar. Og tað eru 14 millimetrar skeivt. Tørvurin á bústøðum til fólk við skerdum førleika í Føroyum er stórur. Men fleiri byggverkætlanir eru í gongd, sum skulu bøta um stóra tørvin. Í Klaksvík og Runavík byggir Almannamálaráðið í løtuni tilsaman 24 vardir bústaðir til fólk við menningartarni. Vardu bústaðirnir í Klaksvík og Runavík verða væntandi klárir at flyta inn í næsta summar. Teir eru mettir at kosta tilsamans 33 milliónir krónur. Bústaðir byggja í løtuni átta sjálvstøðugar íbúðir til fólk við fysiskum tarni ella menningarartarni í Klaksvík, sum væntandi verða lidnar í september í ár. Og eisini verður ein depil til fjølbrekað børn bygdur í Runavík. Har kunnu átta børn samstundis koma í langtíðarumlætting, og hann verðurvæntandi liðugur í oktober í ár. Umlættingardepilin í Sandi skal ikki kosta meira enn 12,4 milliónir krónur Eftir ætlan skal hann vera liðugur í 2016. Í deplinum verða átta kømur og felagshøli til 15 fólk. Uppi við Kleynsvarða verður steðga á har sangur og røður verða hildnar. Hesin túrurin byrjar og endar við fjósið hjá Berg hestum. Og øll eru vælkomin. Alifyritøkurnar missa aliloyvini á einum stórum øki báðumegin brúnna um Streymin, men afturfyri fáa tær størri aliøki í Hvannasundi og Sandoynni. Marita Dalsgaard var í Kina og upplivdi dagarnar undan blóðbaðnum, sum í Beijing og øðrum kinverskum býum, kravdi hundraðtals mannalív. Fyrsta sjónvarpssendingin, ið varð send beinleiðis úr nýggju sjónvarpsstovuni í Sortudíki, var sjónvarpstíðindasendingin, Dagur amp vika, hóskvøldið. Í framtíðini fara flestu føroysku sjónvarpssendingarnar hjá Kringvarpinum, ið verða gjørdar í húsinum, at verða framleiddar í nýggju upptøkuhølunum, ið áður bert hava verið brúkt til útvarpsframleiðslu. Umframt Dag amp viku, fer sjónvarpið eisini at framleiða eitt nú 3 2, Gekkin, kjak, vangamyndir og valsendingar. Í nýggju, umbygdu hølunum fer Kringvarpið eisini at kunna framleiða útvarpssendingar. Í stuttum vísir kanningin, at millum tey ungu í Havn, so lurta tey flestu eftir VoxPop, meðan tekur man allar aldursbólkar, so lurta tey flestu eftir útvarpinum hjá Kringvarpinum. Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, sum fekk heiðurin at talgilda tað fyrsta av teimum yvir 500.000 skjølunum, sum nú skulu gjøgnum maskinurnar Hetta fyrsta stigið umfatar talgilding av útvarpspartinum av banda og pappírssavni kringvarpsins. Dia Midjord, kringvarpsstjóri, Mass Hoydal, verkætlanarleiðari, og Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentanmálum, halda røðu. Bárður Nielsen, løgtingsmaður, Tórður Mikkelsen, starvsfólk og Kára Poulsen, KT leiðari. Meirilutin mælir til, at ovasta leiðslan verður ein depilsstjóri, sum mótvegis landsstýrismanninum fær evstu ábyrgdina av virkseminum í Marknagilsdeplinum. Harafturat eigur at setast ein tilmælandi og ráðgevandi nevnd, sum vísir beinleiðis til depilsstjóran. Sjálvsognarstovnarnir Tekniski skúli og Handilsskúlin mæla til, at ovasta leiðslan verður eitt stýri, sum mótvegis landsstýrismanninum fær evstu ábyrgd. Ein arbeiðsbólkur hjá Føroyum, Grønlandi og Danmark eigur at greina eftirlitið við fíggjarstovnunum, nú ætlanin er at stovna felags evropeiskt fíggjareftirlit fyri londini, sum hava evruna sum gjaldoyra. Jørgen Niclasen sigur, at neyðugt er at kanna, hvørjir vansar og hvørjir fyrimunir eru fyri Føroyar, um eftirlitið við fíggjarstovnum í Føroyum verður uttan fyri felags evropeiska fíggjareftirlitið, og hvat hendir, um Føroyar onkursvegna eru við í felags evropeiska fíggjareftirlitinum. Í Danmark er longu arbeiðsbólkur settur við embætisfólkum úr ymiskum ráðharrastovum at kanna fyrimunir og vansar við luttøku í styrkta bankasamstarvinum. Um Danmark vil vera við í styrkta evropeiska bankasamstarvinum, má greiða samstundis fáast á, hvussu eftirlitið við peningastovnum skal vera í Føroyum og Grønlandi, sum ikki eru í ES. Kendi íslendski vinnulívsmaðurin, Jón Asgeir Jóhanneson, er fríkendur í einum sakarmáli, har hann var ákærdur fyri at fingið ólóglig lán úr bankanum, Glitnir, sum seinni fór á húsagang, skrivar DR. Saman við fyrrverandi stjóranum í Glitnir, Larus Welding, og tveimum øðrum starvsfólkum, var Jón Ásgeir Jóhannesson ákærdur fyri at hava tikið ólóglig lán í bankanum at keypa gullhandlarnar, Goldsmiths í Bretlandi. Talan var um 265 milliónir krónurí láni. Og tað hendi bert tríggjar mánaðir, áðrenn bankin fór á húsagang. Tá búskaparkreppan gjørdi um seg í slandi, var ein serligur ákæri settur, sum skuldi fáa greiði á búskaparliga kriminalitetinum í landinum. Sakarmálið ímóti Jón Ásgeiri Jóhanneson hevur verið leingi á veg, og serligi ákærin, Olafur Thor Hauksson, hevur fyrr sagt við DR, at málið hevði stóran týdning, tí tað var stórt og fevndi vítt. Jón Ásgeir Jóhanneson var ímyndin av búskapargongdini í Íslandi, tí hann ferðaðist kring heimin og keypti fyritøkur fyri læntar pengar. Hann byrjaði sítt virksemi við Bónus handlunum, saman við pápanum, men stovnaði seinni felagið Baugur, sum eftir stuttari tíð gjørdi hann til ein av mest múgvandi monnunum í Íslandi. Í Danmark keypti hann millum annað Magasin, Nyhedsavisen, Merlin, Day Birger Mikkelsen og flogfelagið Sterling, sum er farið á húsagang. I fjør varð Jón Ásgeir Jóhannesson dømdur eitt ára fongsulsrevsing og at bøta 2,5 milliónir krónur fyri skattasvik. Roknað verður fyri vist, at ákæruvaldið fer at kæra dómarnar, sum nú eru sagdir. J amp K Petersen hevur lægsta tilboð at gera brúgv um Sandá. Tilboðið er slakar 60 miliónir krónur Næstlægsta boð hevur Articon, sum er slakar 74,5 milliónir krónur, og hægsta boð hevur TG Verk, 83,5 milliónir krónur Umsitingin fer nú saman við ráðgevanum, LBF, gjøgnum tilboðini. Málið verður fyrst fyrireikað og lagt fyri bygginevndina. Síðani fer tað víðari til politiska viðgerð. Arbeiðið at gera brúnna byrjar eftir ætlan seinni í summar, og verður liðugt á ólavsøku næsta ár. Áin verður ikki rørd, og tað verður gjørligt at ganga fram við áarbakkanum, tá brúgvin er liðug, sigur býráðið. J amp K Petersen hevur lægsta tilboð at gera brúgv um Sandá. Tilboðið er slakar 60 miliónir krónur Næstlægsta boð hevur Articon, sum er slakar 74,5 milliónir krónur, og hægsta boð hevur TG Verk, 83,5 milliónir krónur Umsitingin fer nú saman við ráðgevanum, LBF, gjøgnum tilboðini. Málið verður fyrst fyrireikað og lagt fyri bygginevndina. Síðani fer tað víðari til politiska viðgerð. Arbeiðið at gera brúnna byrjar eftir ætlan seinni í summar, og verður liðugt á ólavsøku næsta ár. Áin verður ikki rørd, og tað verður gjørligt at ganga fram við áarbakkanum, tá brúgvin er liðug, sigur býráðið. Frá á nýggjárinum verður lættari hjá vinnuni at fáa fígging, tí tá koma broytingarnar í tinglýsingarlógini í gildi, upplýsir Umhvørvisstovan. Allar ognir hjá fyritøkuni kunnu setast í veð. Tað kann vera goymslan, rakstrarútbúnaður, kundaáognir, innbúgv og annað Harvið verður trygdin hjá peningastovnunum betri og tí verður roknað við, at tað verður lættari hjá vinnuni at fáa fígging enn fyrr. Ein onnur størri broyting er, at veðseting av akførum verður munandi meira gjøgnumskygd enn áður. Tá nýggja lógin kemur í gildi skulu øll akfør skrásetast í eini akfarsbók. Tá kann ein og hvør, sum hevur tørv á tí fáa kunning. um skuld er í akfarinum, sum viðkomandi ætlar at keypa. Onkrar minni dagføringar eru samstundis gjørdar í tinglýsingarlógini. Ein teirra er, at nú skulu fólk upplýsa p tal á skeytum, har tað áður hevur verið nóg mikið at upplýsa føðingardagin. Fyritøkur skulu somuleiðis upplýsa V tal, tá tinglýst verður. Mentanarnátt er í Havn, og tí nýta vit høvið at bjóða Theresu Turidardóttir Kreutzmann, stjóra á Kunningarstovuni Í Havn í Vangamyndina í Degi og Viku í kvøld. Theresa hevur arbeitt innan ferðavinnuvirksemi í nógv ár bæði í Danmark og í Grønlandi áðrenn hon kom til Føroya at avloysa Ingigerð á Trøðni, tá hon fór frá sum leiðari. Hyggja vit longur fram í álmanakkan, fyrireikar Kunningarstovan í Havn at taka ímóti fólki í hópatali, sum koma til Føroya at síggja sólarmyrkingina í mars mánað. Hetta fyrsta stigið er at talgilda øll skrivaði skjøl, ið serliga eru frá fyrstu tíðini hjá Útvarpinum. Og so eisini bandasavnið, við øllum samrøðunum og sendingunum. Útoyggjastevnan 2014 hesuferð verður á meginlandinum. Øll hini árini hevur útoyggjastevnan verið hildin á oyggjum, men í ár verður øðrvísi. Leygardagin 21. juni, verður hesuferð hildin við Gjógv. Ásannast má at útoyggjarnar hava sínar avbjóðingar, men saman við við smærru bygdunum hava hesi støð í landinum fráflytingina sum størsta felags vandan. Plátuvendarin, útvarpsverturin og sjónvarpsverturin Jørgen de Mylius er í Føroyum í hesum døgum. Hann fer at undirhalda við góðum tónleiki. Jørgen de Mylius er eisini væl kendur millum teirra, ið fylgdu við í Grand Prix tónleikarakappingini. Har var hann vertur í fleiri ár, bæði tí danska og europisku kappingini. Og nú verður handil eisini latin upp. Gott føroyskt handverk er at fáa, alt frá bundum, seyðmaðum og til keramikk og stein og træarbeiði. Eitt listaverk á Várframsýningini, sum hevur latið upp, er ein kassi við einari teldu í íbundin tvey myndatól sum alt samdøgrið filma húsini hjá heitasta fortalaranum fyri avlurtingarpakkanum, Elsebeth Mercedes Gunnleysdóttir Thomas Koba, sum hevur gjørt listaverkið, vil ikki gera viðmerkingar til Kringvarpið, tí tað vilja politikarar vanliga heldur ikki, sigur listamaðurin. Hann heldur at verkið talar fyri seg. Hermann Mortensen, deildarleiðari í Trivnaðardeplinum í Almannaverkinum, sum umboðar Almannaverkið í visitasjónsnevndini, sigur við Sosialin, at ein orsøk til, at ikki øll, sum búgva á Psykiatriska deplinum hava fingið boðið pláss í nýggja sambýlinum eystan Heyg í Havn, er, at tey eru ov gomul og ikki egnað at búgva í íbúðunum. Íbúðirnar krevja, at tú er rættiliga sjálvbjargin, og tí eru tær ikki egnaðar til eldri fólk, sigur Hermann Mortensen við Sosialin. Annika Olsen, landsstýriskvinna, sigur við Sosialin, at avgerðin um, hvussu íbúðirnar í sambýlinum skuldu innrættast, varð tikin, áðrenn hon gjørdist landsstýriskvinna í almannamálum. Annika Olsen sigur, at tað er ikki nøktandi, at búfólkini á Psykiatriska deplinum verða verandi har, men enn er ov tíðliga at siga, hvør loysnin verður, sigur Annika Olsen. Amerikanski forsetin, Barack Obama, og russiski starvsbróðir hansara, Vladimir Putin, hittust í gjár í sambandi við 70 ára haldið fyri D degnum í Normandínum. Tíðindastovurnar skriva, at báðir forsetarnir løgdu dent á, at neyðugt er at steðga bardøgunum í Urkaina. Fundurin vardi bert 15 minuttir. Fyrr í gjár hitti Putin eisini nýggja ukrainska forsetan, og sambært franska forsetanum, Francois Hollande, eru Porosjeno og Putin samdir um at fara undir samráðingar um, hvussu endi kann fáast á bardøgunum millum stjórnardeildir og uppreistrarmenninar. Føroyar verða partur av nýggja granskingar samstarvinum hjá ES Horizon 2020 sum gongur fram til til 2020, og í hesum sjey ára tíðarskeiðnum verða játtaðar tilsamans slakar 600 milliardir krónur. Føroyar skulu gjalda umleið tíggju milliónir krónur um árið, og afturfyri fáa føroyingar á jøvnum føti við evropeiskar granskarar atgongd til Horizon 2020 og tær 600 milliardir krónurnar, sum har verða lagdar komandi sjey árini. Íleggingargrunnurin hevði 26 milliónir krónur í avlopi fyri skatt í fjør. Seinastu fimm árini hevur avlopið verið tilsamans 150 milliónir krónur Grunnurin hevur goldið tilsamans 27 milliónir í skatti, og sostatt hevur samlaða úrslitið eftir skatt hesi fimm árini verið 123 milliónir krónur, skrivar Vinnuvitan.fo Í 2009 var eginognin í Við árslok í fjør var eginognin vaksin 95 milliónir, upp í 617 milliónir. At alt avlopið seinastu árini ikki er lagt afturat eginognini, kemst av, at 28 milliónir krónur vórðu tiknar úr Íleggingargrunnin aftrat í fjør til at beina burtur gamla dynamittið á flogvøllinum. Útlánini eru í løtuni góðar 405 milliónir. Stóru útlánini eru farin til nýggj flogfør hjá Atlantsflogi, Vágatunnilin og Norðoyatunnilin. Íleggingargrunnurin hevur harumframt 210 milliónir krónur í tøkum gjaldføri. Boðini frá russiska forsetanum koma dagin eftir fundin við amerikanska forsetan Barak Obama, ið Vladimir Putin hitti, tá báðir vóru til 70 ára hátíðarhaldið fyri D degnum og sameindu landgongdini í Normandínum, sum gjørdi enda á nazista Týsklandi. AFP tíðinsastovan skrivar, at Vladimir Putin skal hava biðið russisku marknavørðarnar við markið til Ukraina taka øll neyðug stig fyri at forða fyri, at ólóglig ferðsla er um markið millum londini. Hósdagin varð upplýst úr ukrainska høvuðsstaðnum Kiev, at russiskir uppreistrarmenn í Eysturukraina høvdu tikið trý marknalið millum Ukraina og Russland. Samskiftið er byrjað, segði Petro Porosjenko við ukrainskt sjónvarp eftir fundin, og boðaði frá, at eitt umboð fyri russisku stjórnina fer at koma til Kiev at hitta ukrainsku stjórnina við tí endamáli at leggja niður stríðið við russisku uppreistrarmenninar í Eysturukraina. Síðani ES setti handilstiltøk í verk móti Føroyum í august í fjør, hava føroysk skip fiskað sløk 45.000 tons av makreli og 55.000 tons av norðhavssild. Hetta eru stórar nøgdir, og neyðugt hevur verið at funnið nýggjar marknaðir og flutningsleiðir, Sambært upplýsingum frá Hagstovuni eru tilsamans 77.000 tons av makreli og norðhavssild útflutt til aðrar marknaðir í hesum tíðarskeiðnum. Tað upplýsir Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, í einum svari til Høga Hoydal, løgtingsmann, sum setti løgmanni ein grein 52 spurning um málið. Løgmaður sigur, at tað er trupult neyvt at meta um, hvussu nógv tiltøkini hava kostað vinnuni. Tað veldst um, hvussu nógv hevði verið flutt út til ES marknaðin, um handilstiltøkini ikki høvdu verið, og metingar um prís. Onnur atlit eru meirútreiðslur til flutning til ymisku marknaðirnar. Landsstýrið hevur heldur ikki gjørt nakra ítøkiliga meting, hvussu stórur inntøkumissurin hevur, síðani ES stongdi marknaðin. Av tí at landsstýrið hevur byrjað tvey gerðarrættmál í sambandi við handilstiltøkini, verður tað ikki hildið vera hóskandi at útgreina hesi atlit nærri, sigur løgmaður. Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at eftirspurningurin eftir fiski er stórur, og áhugaverdir marknaðir eru aðrastaðni enn í ES. Eingin orsøk er at halda, at tað ikki eydnast vinnuni at varðveita hesar marknaðir ella at finna nýggjar eisini í ár. Løgmaður vísir á, at semja er gjørd við ES og Noreg um makrel, og at føroysk skip kunnu fiska ein part av makrelkvotuni í ES sjógvi og norskum sjógvi. ES myndugleikar hevur eisini váttað, at makrelur fiskaður í ES sjógvi, undir ávísum treytum verður ikki fevndur av handilstiltøkum. Petro Poroshenko varð í dag tikin í eið sum forseti í Ukraina. Hann segði seg vilja hava semju við fólkið í Eysturukraina og hvørki kríggj ella hevnd. Krim varð innlimað í russiska samveldið eftir kollveltingina í Ukraina, ið fekk russiskt vinarliga forsetan at flýggja til Russlands, har hann hevur verið síðani. Russiski sendiharrin í Kiev, Mikhail Zurabov, var eisini hjástaddur og segði aftaná hátíðarhaldið, at ukrainska stjórnin eigur at enda hernaðartiltøkini treytað av at uppreistrarliðini í Eysturukraina samstundis seta í verk vápnahvíld. Samstundis sum ynskini um frið vóru borin fram í Kiev, vóru samanbrestir millum ukrainska stjórnarherin og uppreistrarlið bæði eysturi í Sloviansk og suðuri í Mariupol. Tað verður staðfest í eini grein, sum Jan Rasmussen, lækni á Landssjúkrahúsinum, saman við øðrum hevur skrivað. Greinin um CTD er almanna kunngjørd í einum altjóða granskingar tíðarriti fyri evnaskiftis og ílegusjúkur. Jan Rasmussen hevur granskað CTD sjúkuna í nøkur ár og er komin til ta niðustøðu, at tað er tað eina slagið av CTD, nevnt N 32 S skrástrika N 32 S, ið elvir til lægstu karnitin virðini hjá føroyskum CTD sjúklingum. Tískil tykist tað at vera ein samanhangur millum vánaliga virknið á karnitin transportaranum, lágu karnitin virðini og álvarsligu árini hjá CTD sjúklingunum við serliga sjúkuslagnum N 32 S skrástrika N 32 S, stendur í greinini skrivað við grundarlagi í CTD granskingini. Jan Rasmussen fer 17. juni at verja PhD riterð um granskingararbeiðið sítt innan CTD, sum hann hevur gjørt við stuðli úr Granskingargrunninum og í samstarvi við Institut for klinisk medisin á universitetinum í Keypmannahavn. Broytingar í tinglýsingarlógini koma í gildi á nýggjárinum, og tær fáa serligan týdning fyri fyritøkur, sum hava stórar goymslur, sigur Marita Rasmussen. Hóast ein dystur er eftir í bólkaspælinum, so er longu greitt, at teir báðir sigrarnir eru nokk til at tryggja føroyum pláss í EM endaspælinum fyri smátjóðir, sum verður í Liktenstein í næsta ár. Málið snýr seg um eitt starvsfólk á dagstovninum millum Bóla í Kollafirði, sum í longri tíð hevur verið merktur av samstarvstrupulleikum millum táverandi leiðaran og nøkur starvsfólk. 20 mars fær starvsfólkið, sum eisini er álitisfólk á stovninum, hoyringsskriv um uppsøgn. Tað endar við, at starvsfólkið kærir kommununa til Mentamálaráðið, tí tað fær ikki innlit í skjølini, sum kommunan nýtir sum grundgeving fyri uppsøgnini. Ein mánað seinni, 20. mei, eftir at Almannamálaráðið hevur gjørt tað sama heitir Mentamálaráðið, ið er kærumyndugleiki innan dagsstovnaøkið á Tórshavnar Kommunu um at útflýggja sær skjølini, so ráðið kann taka støðu til kæruna. Nú biðjur kommunan ráðið um at brynja seg við toli nakað enn, tí hon má umrøða avgerðina við deildarleiðaran á Kommunudeildini í Almannamálaráðnum fyrst. Eg skal minna teg á at taka atlit til, at tað er ein borgari í hesum máli, sum kommunan hevur tikið avgerð um at siga úr starvi, og sum nú liggur í klemmu av, at Tórshavnar Kommuna enn ikki hevur útflýggjað umbidnu skjølini til kærumyndugleikan Hann gevur Tórshavnar Kommuna freist til 4. juni at koma við skjølunum. Hendir einki, so letur ráðið málið upp í hendurnar á Almannamálaráðnum, sum hevur høvuðsábyrgdina av kommununum. Hon vil ikki finna seg í, Mentamálaráðið gevu sær nakra freist, tí tað er einans landsstýrismaðurin, ið varðar av kommununum, ið hevur hesa heimild. Og kommunan leggur afturat, at hon er farin at ivast í gegninum hjá Mentamálaráðnum Framferðin hjá Mentamálaráðnum í hesum ítøkiliga máli, gevur Tórshavnar Kommunu orsøk til at ivast í, hvørt Mentamálaráðið hevur nøkur serstøk, og ella persónlig áhugamál í at sleppa at viðgera ítøkiliga málið, sum hendan ósemjan snýr seg um. Mentamálaráðið undrast stórliga á, at Tórshavnar Kommuna ikki vil viðurkenna Mentamálaráðið sum kærumyndugleika. Mentamálaráðið skal í hesum sambandi staðiliga vísa aftur øllum skuldsetingum um, at Mentamálaráðið er ógegnugt. Mentamálaráðið sendir málið víðari til Almannamálaráðið, sum 3. juni boðar frá, at tað eftir áheitan frá Mentamálráðnum nú fer undir at fyrireika at nýta heimildina í grein 55 stykki 2 í kommunustýrislógini, sum ljóðar soleiðis Heldur kommunustýrið seg óvirkið mótvegis lógarásettum skyldum, kann landsstýrismaðurin áleggja teimum kommunustýrislimum, sum bera ábyrgd av hesum, tvingsilsbøtur. Í vikuni vitjaði bretski fiskimálaráðharrin, George Eustice, í Hetlandi. Móttøkan var lunkað, skriva hetlendskir miðlar, tí hetlendskir fiskimenn gjørdu tá vart við sína ónøgd um makrelavtaluna, sum er undirskrivað við Noreg og Føroyar. Bretski fiskimálaráðharrin segði á vitjanini, at strandarlondini vóru noydd at finna semju, og at bretska stjórnin hevur stríðst fyri sínum áhugamálum á hægsta politiska stigi í Evropa. 52 prosent av føroyskum monnum í aldursbólkinum 65 til 74 ár eru á arbeiðsmarknaðinum. 41 prosent av íslendingum í hesum aldursbólkinum eru á arbeiðsmarknaðinum, og í Norra eru bara 16 prosent av teimum millum 65 og 74 ár á arbeiðsmarknaðinum. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum sigur, at Maria Damanaki tekur undir við føroysku sildakvotuni, sum við vissu verður ásett í hesari vikuni. Landsstýrismaðurin vil ikki siga, hvussu stór føroyska kvotan verður. Bara, at hon verður ikki eins stór sum í fjør, men hon verður heldur ikki so lítil, sum Føroyar áttu eftir gamla býtinum. Handilsforðingarnar vóru settar í gildi tann 28. august í fjør. Løgmansskrivstovan segði í vikuni, at tað er trupult at meta um, hvussu nógv tiltøkini hava kostað føroysku vinnuni. Tað veldst um, hvussu nógv hevði verið flutt út til ES marknaðin, um handilstiltøkini ikki høvdu verið, og metingar um prís. Verða handilsforðingarnar tiknar aftur, verða gerðarrættarmálini, sum landsstýrið er farið undir, eisini tikin aftur. Strandarlondini skulu aftur royna at finna eina sildasemju í heyst. Samráðingarnar verða tá í Føroyum, tí Føroyar hava formansskapin. Eitt starvsfólk á dagsstovninum millum Bóla í Kollafirði er komið í klemmu í ósemju millum Tórshavnar Kommunu og Mentamálaráðið um alment innlit. Skotski loysingarflokkurin hevur ikki megnað at sannført skotsku fyritøkurnar um, at búskapurin verður í tryggum hondum. Ongland hevur hótt við at taka gjaldoyra frá skotum, tí Ongland vil ikki binda sítt gjaldoyra til skotska búskapin, og tað elvir til óvissu. Tryggingarfelagið Standard Life kannar nú møguleikarnar at flyta síni fimmtúsund arbeiðspláss til Onglands, tí ov stór óvissa er um umstøðurnar. Ingeniørfyritøkan Weir hevur eisini latið eina kanning gera, sum metir um møguleikarnar hjá fyritøkuni, um Skotland tekur seg úr samveldinum. Stjórin Keith Cockrane sigur við BBC, at umstøðurnar hjá fyritøkuni fara at versna sum heild, tí væntandi fer skattatrýstið á vinnuna at vaksa. Fyritøkan mælir tí alment til at atkvøða nei tann 18. september. Taka skotar loysing, kann tað eisini fáa ávirkan á globalu javnvágina, heldur George Robertson, fyrrverandi bretskur verjumálaráðharri og aðalskrivari í Nato. Hann ávarar eisini ímóti loysingini. Fer næststørsta hernaðarvaldið í vesturheiminum sundur, fer vesturheimurin at vikna, sigur hann. Loysingarflokkurin roynir sum frægast at svara teimum ákærunum og ivaspurningunum, sum javnan taka seg upp. Skotski stjórnarleiðarin, Alex Salmond, sigur í tíðindabrævi í dag, at um 100 dagar kunnu skotar siga ja til eitt meira rættvíst samfelag. Skotar hava seinastu 33 árini goldið meira skatt enn hini londini í samveldinum, sigur loysingarflokkurin. Hesi árini hevur Westminister í London skapt eitt tað ójavnasta samveldið í heiminum. Skotland hevur minni sjálvræði enn Føroyar, sum støðan er nú. Tað eru skotar noyddir til at broyta, heldur avísin Sunday Herald News Við loysingini verða tað vit, sum taka avgerðirnar, sum ávirka okkara lív vit, sum búgva her. Siga vit ja, verður Skotland ikki brádliga eitt land, sum flýtur við mjólk og hunangi, men tað verður tá okkara uppgáva at skapa tað samfelagið, vit vilja hava, skrivaði avísin Sunday Herald News í mai, tá avísin segði seg taka undir við loysingini. Bíðitíðin eftir nýggjum havrannsóknarskipi er aftur longd. Meirilutin í Vinnunevndini vil hava nýggjar tekningar, tí tríggir starvsmenn á Havstovuni hava gjørt vart við, at teir eiga upphavsrættin til tekningarnar og verkætlanina, sum Fiskimálaráðið fekk fyri góðum trimum árum síðani. Sakførarin hjá teimum trimum havstovumonnunum hevur gjørt vart við, at Løgtingið kann ikki við lóg taka rættin frá teimum, sum eiga upphavsrættin og lata privatum hann. Jacob Vestergaard ætlaði at lata privat byggja havrannsóknarskipið, sum landið skal leiga ein stóran part av árinum. Landsstýrismaðurin ætlar at finna semju í samgonguni í summar. Nýggja loysnin verður ætlandi eftir einum privatum leisti, og tekningarnar hjá Havstovuni verða ikki brúktar, sigur hann. Á Føroya Tele hava tey ikki fingið vissu fyri, at tey fara at arbeiða í einum reinum umhvørvi í framtíðini. Men aðrir vandar eru eisini, sigur Kristian Davidsen, stjóri á Føroya Tele. Í góðkenningini, sum Fjarhitafelagið hevur fingið at byggja eina hitamiðstøð, stendur, at roykurin skal ikki vera til ampa fyri tey, sum virka í nærumhvørvinum. Fjarhitafelagið skal eisini fyribyrgja, at olja og dálkandi evni fara út í umhvørvið, og óljóð, ristingar og geislingar frá hitamiðstøðini skulu avmarkast sum mest. Eigarafeløgini inni á Gøtu og í Hoyvíkshaganum savnað nú inn undirskriftir, sum mótmæla hitamiðstøðini. Tey halda ikki, at broytingarar í góðkenningini bøta um vandarnar við einari hitamiðstøð, sum brennur olju. Býráðslimirnir Tróndur Sigurðsson, Helena Dam á Neystabø, Annfinn Brekkstein og Bogi Andreasen hava rátt frá at byggja eina hitamiðstøð í Hoyvík. Føroysku kvinnurnar vunnu allar sínar dystir, og tær skulu næsta ár spæla í EM endaspæli fyri smátjóðir, sum verður í Liktenstein. Víst verður til, at svartkaftaloyvi sambært einari kunngerð frá desember í fjør verða latin eigarum at skipum, sum høvdu loyvi at fiska svartkjaft í fjør. Felagið, sum eigur Grunnabarð hevur eisini søkt Fiskimálaráðið um rættindi at fiska makrel og sild í ár, men tann kunngerðin er ikki lýst enn, og tí hevur felagið í Vági ikki fingið svar uppá ta umsóknina. Heilsufrøðiliga Starvsstovan er í ferð við at fyrireika vitjanina hjá kinesisku eftirlitsmyndugleikunum, sum vitja í Føroyum frá 24. til 26. juni. Tað er serliga laksur og uppsjóvarfiskur sum kinesisku myndugleikarnir hava áhuga fyri, og teir vilja sleppa at síggja bæði laksavirkir og uppsjóvarvirkir. Ongar avmarkingar verða gjørdar í at senda føroyingar til serviðgerð uttanlands, hóast framrokningar vísa, at tað fara at mangla fleiri milliónir krónur í játtanini í ár. Karsten Hansen, landsstýrismaður, hevur nú gjørt av, at sparingar skulu ikki gerast, tí samgongan hevur givið honum lyfti um at fáa eina eykajáttan á ólavsøku Danski Vinstri flokkurin missir framvegis veljarar, og nú er flokkurin triðstørstur í Danmark, aftanfyri Javnaðarflokkin og Danska Fólkaflokkin. Tey fýra umboðini úr Føroyum og Grønlandi eru ikki tald við í kanningini. Verða tey tald við, so eru bert tvey fólkatinsumboð á muni ímillum bláa veingin og reyða veingin. Fyri einum mánað síðani var Vinstri flokkurin nógv størsti flokkurin í donskum politikki. Og tá stóð blái vongurin til at fáa 97 umboð í fólkatingið, meðan reyði vongurin stóð til at fáa 78 umboð. ST aðalskrivarin, Ban Ki moon, ætlar at nýta Grønland sum fyrimynd í royndini at fáa heimsins leiðarar at taka veðurlagsbroytingarnar í størri álvara. 23. september verður veðurlagstoppfundur í høvuðsborgini hjá ST í New York, og millum røðararnar verður grønlendska landsstýrisforkvinnan, Aleqa Hammond. Á fundinum við landsstýrismannin segði ST aðalskrivarin seg vóna, at londini sum hava nógv vakstrarhúsútlát, fara at leggja ætlanir fram um at minkia útlátið á fundinum í september. HB tapti 1 2 fyri EB Streymi í Gundadali, og B36 vann 3 0 á Skála á útivølli. Við sigrinum fer B36 trý stig afturat frá HB. Einki er broytt í botninum. Hetta er aðru ferð, skipað verður fyri útiguðstænastu á Ovara Vølli í Havn. Tað eru prestarnir í Suðurstreymoy, ið skipaðu fyri. Bergur Debes Joensen, prestur, prædikaði, Havnar Hornorkestur og GHM, undir leiðslu av Tróndi Olsen, høvdu sálmafylgispælið. Fólk, ið halda seg hava fingið ov lítið frá Barsilsskipanini í tíðarskeiðnum frá 6. desember í 2008 til 6. desember í fjør, eiga at gera vart við seg. Grundarlag er ikki fyri at seta úr gildi vanligu fyrningarfreistina, sum er fimm ár. Men ivi um, hvussu ein lóg skal tulkast, eigur at koma teimum, sum kærdu, til góðar. Tað sigur Vinnumálaráðið í einum uppriti, nú Kærunevndin hjá Barsilsskipanini hevur avgjørt, at fólk, sum vóru í barsilsfarloyvi styttri enn ein mánað, fingu ov lítið frá skipanini. Barsilsskipanin skal av sínum eintingum taka mál í tíðarskeiðnum 6. desember í fjør, tá Kærunevndin tók sína avgerð, til og við 23. mai í ár, tá lógin varð broytt, upp til nýggja viðgerð og gjalda munin millum tað, sum fólk fingu, og tað, sum tey áttu at fáa í barsilspengum. Fyrningarfreistin er tann vanliga, fimm ár, so Barsilsskipanin skal fara aftur til 6. desember í 2008 og viðgera mál av nýggjum, men bara, um fólk biðja um tað. Tá Vinnumálaráðið frætti um avgerðina hjá Kærunevndini, bað tað løgtingið broyta lógina, so eingin ivi eigur at vera um, at lógin skal tulkast soleiðis, sum Barsilsskipanin gjørdi. Sum Vinnumálaráðið sigur í sínum uppriti praksis hjá Barsilsskipanini er legaliserað. Fleiri umboð fyri djóraverndarfelagskapin, Sea Sheperd eru komin til Føroya, og í gjár komu fleiri bilar hjá felagskapinum við Norr nu. Umboð fyri felagskapin vóru fyrr í ár í Føroyum, tí ætlanin var at skipa fyri átakinum Grinda stop, sum skal fáa føroyingar at gevast at drepa grind. Heilsumálaráðið samstarvar longu við Landspitalið í Íslandi um skurðviðgerðir, og londini samstarva millum annað eisini um ambulansaflúgving, men ongin formlig samstarvsavtala er ímillum stjórnirnar. Avtalan er yvirskipað, men samstarvið kann betra um heilsutænastunar í londunum, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum. Fyrstu hundrað troyggjurnar eru longu bílagdar, men alt bendir á, at tørvur verður á nógv fleiri troyggjum. Meira kann lesast um ætlanirnar í bólkinum Stop Sea Shepherd Violence á Facebook. Rópið grindaboð á hvørjum tanga, nesi, vík og vág, so peningurin hjá Sea Shepherd verður skjótt uppi, so tey noyðast skjótt avstað aftur. Hugskotini eru mong og ymisk á Facebook bólkinum Stop Sea Shepherd Violence , har tað í løtuni eru 3.452 limir. Teir flestu limirnir í Facebook bólkinum eru føroyingar. Umframt mongu hugskotini, ið eru uppi at venda, nú Sea Shepherd hevur varskógvað við 500 mótmælisfólkum, verður eisini kjakast um ymiskt, ið ført verður fram í Facebook bólkinum. Tá ið landsstýrismaðurin hevur tikið eitt so stórt stig sum at stevna fyri ærumeiðing, so haldi eg út frá einari rættvísiskenslu, at sakin má sleppa at koyra og at vit mugu hava arbeiðsfrið, meðan hetta stendur uppá, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður. Løgmaður heitti annars á landsstýrismannin við fíggjarmálum um at leggja frá sær, men eftir at Jørgen Niclasen hevur lagt sak móti Kringvarpinum og Portalinum um ærumeiðing, hevur løgmaður tikið tað til eftirtektar. Allar áheitanir um, at eg skal gera okkurt, kann eg ikki brúka til nakað. Tað, sum tað snýr seg um hjá mær sum løgmanni og formanni í Sambandsflokkinum, er at arbeiða, so vit røkka okkara politisku málum, sigur løgmaður við ting.fo í dag. Tað fer at taka einar tríggjar til fýra vikur at náa upp á toppin, á tí 6168 metrar høga fjallinum Denali, ella Mount McKinley ið fjallið eisini verður rópt. Brandur skal flúgva til einum lítlum flogfari til sjálvt fjallið, aðrenn tey fara til gongu niðan á toppin. Fyri trimum árum síðani, gjørdi Brandur eina roynd, at klintra niðan á hægsta fjalli í Suður America, Aconcaqua, men tá gjørdist hann sjúkur, og mátti venda við, góðar 200 metrar frá toppinum. Men hesuferð hevur Brandur fyrireika seg væl og hann er klárur at klintra niðan á toppin. Lurta eftur samrøðuni við Brand Hanusarson í Funningsstovu Denali, ella Mount McKinley er hægsta fjallið í Norður Amerika. 6168 metrar høgt og er í amerikanska statinum Alaska. Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, nú hann hevur boðað frá, at samgongusamstarvið heldur fram óbroytt. Høvuðsorsøkin er, at Jørgen Niclasen ætlar at stevna Kringvarpinum og Portal.fo. Almannamálaráðið hóttir við at geva býráðslimunum í Havn persónligar dagbøtur, tí kommunan noktar at útflýggja skjøl í einum uppsagnarmáli á dagsstovninum Millum Bóla í Kollafirði. Heðin Mortensen, borgarstjóri, vil ikki gera viðmerkingar til málið. Talan er um eitt prinsippmál, sum snýr seg um eina ósemju um tulking av dagstovnalógini, sigur Heðin Mortensen. Hetta er ikki fyrstu ferð, at Jørgen Niclasen er í politiskum andróðri. Formaðurin í Fólkaflokkinum hevur fleiri ferðir seinastu 20 árini verið høvuðpersónur í miðlunum . Vit geva eina sera eintáttaða mynd av lívinum í Føroyum, og skulu arbeiða við at gera eina fjølbroyttari mynd av oyggjunum. Tað heldur Niels Jacob Schøitt, journalistur á tiðindunum hjá danska kringvarpinum, sum er her í løtuni og kannar, hvat vit halda um myndina, sum DR gevur av Føroyum. Klokkan eitt í dag fara Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, og Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, at ráðføra seg við Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum um sildakvotuna fyri 2014 og um at taka aftur rættarmálini móti ES um handilsforðingarnar móti Føroyum. At landsstýrið ætlar at tosa við Uttanlandsnevndina um at taka aftur tey bæði gerðarrættarmálini móti ES, bendir á, at ES góðtekur føroysku sildakvotuna, sum ætlanin er at áseta, og tí fer at strika boykottið, sum varð kunngjørt 28.august í fjør. Sambært ES og hinum strandarlondunum eiga føroyingar knappliga 5,2 prosent av heildarkvotuni. Í fjør var føroyska sildakvotan 17 prosent. Hann hevur bara sagt, at hon verður størri enn 5,2 prosent og minni enn 17 prosent. Og tað skilst á honum, at ES góðtekur kvotuna, ætlanin er at áseta í ár. Av tí at formaðurin í Uttanlandsnevndini, Jákup Mikkelsen í Fólkaflokkinum, er burturstaddur, verður Høgni Hoydal í Tjóðveldi, næstformaður, í formanssessinum í dag. Og Hanus Samró er varalimur hjá Jákupi Mikkelsen. Sambært stýriskipanarlógini ráðførir landsstýrið seg við Uttanlandsnevndina, áðrenn avgerðir verða tiknar, sum hava stóran uttanlandspolitiskan týdning. Fyrst í mars í fjør fekk Fiskimálaráðið at vita, at Fiskimannafelagið hevði meldað Anitu millum annað fyri manningarviðurskiftini. Ikki fyrr enn 11.apríl í ár meldar Vørn Anitu, men tað var fyri at bróta kunngerðina um fiskiskap eftir havtasku og svartkalva við gørnum á føroysku landleiðini. Gunvør Balle, løgtingskvinna, undrast á, at eingin eftirlitsmyndugleiki gjørdi vart við seg, eftir at Fiskimálaráðið fyrst í mars í fjør fekk at vita, at Fiskimannafelagið hevði meldað Anitu. Fyri tveimum mánaðum síðani spurdi Gunvør Balle tríggjar landsstýrismenn um Anitu. Nú hevur hon aftur spurt Jacob Vestergaard um Anitu. Ákæruvaldið hevur skrivað ákærurit móti reiðarínum og skiparanum á Anitu fyri sjey brot á kunngerðina um fiskiskap eftir havtasku og svartkalva við gørnum á føroysku landleiðini. Føroya rættur hevur ikki viðgjørt hetta málið enn. Og Sjóvinnustýrið er ikki liðugt at viðgera málið um vanlukkuna, tá Anita misti ein mann tann 11.februar. Vørn tók loyvið at fiska frá Anitu í ein mánað. Anita fekk loyvið aftur 19.mai. Millum dómarnar hjá Føroya rætti, sum Landsrætturin skal viðgera, eru teir um endurgjaldskrøvini móti Eik Banka viðvíkjandi tryggu virðisbrøvunum, sum Kaupting seldi í Føroyum. Landsrætturin fer at viðgera hesi málini mánadagin og fyrrapartin týsdagin í næstu viku. Sólborg Dulavík hevur skotið dómin hjá Føroya rætti inn fyri Landsrættin, tí hon ikki fekk 288.000 krónur, sum hon heldur seg eiga til góðar hjá Eik Banka, sum yvirtók Kaupting Banka í 2007. Føroya rættur segði, at Eik ikki heftir fyri tryggu virðisbrøvini sum Kaupting seldi føroyingum. Og tí varð Sólborg Dulavík dømd at gjalda Eik Banka 33.000 krónur í sakarmálskostnaði. Men Føroya rættur segði, at Poul Michelsen skuldi hava 318.000 krónur í endurgjaldi umframt rentu. Tær fær hann, tí ein ráðgevi hjá Eik Banka í 2008 ikki ávaraði hann móti virðisbrøvunum í Lehmann Brothers, sum tá var farin at ridla. Tann 14.juli í 2008 mælti ráðgevin Poul Michelsen til ikki at sleppa sær við virðisbrøvini. Tveir mánaðir seinni fór Lehmann á heysin. Føroya rættur sigur, at ófullfíggjaða ráðgevingin, sum Poul Michelsen fekk frá Eik Banka, gjørdi, at hann misti sínar pengar. Og Eik heftir fyri sín ráðgeva og skal tí gjalda Poul Michelsen 318.000 krónur og 33.000 krónur í sakarkostnaði. Enn eru bara hesi bæði málini roynd í rættinum. Men nógvir aðrir føroyingar, sum mistu pengar av sonevndu tryggu virðisbrøvunum, bíða til málini hjá Sólborg Dulavík og Poul Michelsen eru endaliga avgreidd. Í gjárkvøldið skrivaði Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum undir samstarvsavtalu við íslendska heilsumálaráðharran, Kristján Tór Júliusson og grønlendska landsstýrismannin í heilsumálum, Sten Lynge. Tað var Karsten Hansen, sum í 2012 tók stig til ein heilsufund ímillum ráðharrarnar um árið, fyri at styrkja og menna samstarvið ímillum londini. Karsten Hansen, landsstýrismaður sigur, at Føroyar, Ísland og Grønland stríðast við fleiri av somu avbjóðingum á heilsuøkinum, millum annað við somu avbjóðingum til at fáa manning til ymsu økini í framtíðini, tá talan er um sjúkugreinan og viðgerð, sum verður alt meira spesialiserað. Tí hevur tað týdning at samstarva, fyri at fáa sum mest burturúr, sigur landsstýrismaðurin. Kanningin, sum Lóður hevur gjørt fyri Fólkaflokkin, varð gjørd um mánaðarskiftið apríl mai, men flokkurin hevur ongantíð almannakunngjørt hana. Í kanningini verða fólk spurd, um tey taka undir við at skatturin lækkar, og vit fáa fleiri brúkaragjøld. Niðurstøðan er, at yvir helvtin av teimum spurdu 51 prosent siga, at tey taka ikki undir við hesum. Tað vil siga, at tey taka ikki undir við at skatturin lækkar, og at fleiri brúkaragjøld verða áløgd. Flestu av teimum, sum hava svarað, at tey vilja hava lægri skatt og fleiri brúkaragjøld, eru mannfólk. 39 prosent av teimum spurdu monnunum í kanningini vilja hava lægri skatt og fleiri brúkaragjøld, men bara 26 prosent av kvinnunum vilja hava lægri skatt og fleiri brúkaragjøld Tað hevði verið støðan í løgtinginum, var val nú. Tað vísir ein meiningakanning, sum Fólkaflokkurin hevur latið gjørt, og sum Kringvarpið hevur fingið heldur á. Kanningin, sum Lóður hevur gjørt fyri Fólkaflokkin, varð gjørd um mánaðarskiftið apríl mai, men er ongantíð almannakunngjørd. Í kanningini verður millum annað spurt um, hvønn flokk fólk velja, og so ymiskir spurningar um skatt, almenna geiran, pensjónsaldur og so framvegis. Kanningin vísir, at Javnaðarflokkurin fær 25,6 av atkvøðunum og átta tinglimir. Hann er tann flokkurin, sum fær størstu framgongdina samanborið við seinasta løgtingsval. Tjóðveldi og Sambandsflokkurin liggja rættiliga javnir við ávikavist 20,8 og 20,5 prosentum av atkvøðunum. Hetta gevur teimum sjey tinglimir í part. Fólkaflokkurin fær í hesari kanningini 17,4 prosent av atkvøðunum, og er tann flokkurin, sum missir mest samanborið seinasta val. Flokkurin fer úr átta niður í seks tinglimir. Av smáu flokkunum er tað Framsókn, sum sær út til at fara at gera eitt gott val. Framsókn fær tríggjar tinglimir. Hetta er ein meira enn á seinasta vali. Miðflokkurin hinvegin missir ein tinglim. Hann fekk tveir seinast, men fær bara ein eftir hesari kanningini. Eftir hesari veljarakanningini hevði samgongan mist meirilutan, um val var í dag. Við teimum seks tinglimunum hjá Fólkaflokkinum, sjey hjá Sambandsflokkinum og tí eina hjá Miðflokkinum hevði samgongan bert fingið 14 tinglimir og altso mist meirilutan á tingi. 26 prosent av teimum spurdu svaraðu, at tey annaðhvørt høvdu valt blankt, at tey ikki høvdu farið á val, ella siga seg ikki vita, hvønn tey høvdu valt. Stjórin skal hava tilvísing til nevndina, standa á odda fyri báðum verkætlanunum, og skal saman við nevndini fremja verkætlanirnar á tryggum fíggjarligum grundarlagi. Í lýsingini stendur, at tú hevur fyrimun, um tú hevur gott innlit í fíggjarviðurskifti og kunnleika til byggivinnu. Tað er eisini umráðandi, at tann, sum verður settur, hevur leiðsluroyndir og hevur útbúgving á hóskandi stigi. Grein 19 nevndin, sum løgtingið valdi síðst í mai at kanna Eik Grunnin og eftirlitið við grunninum, fer at skipa seg fríggjadagin. Nevndin skal kanna virksemið hjá Eik Grunnininum frá 2002 til 2010 og eftirlitið við grunninum frá 2002 til mai í ár. Eftirlitið var í Danmark til 2008, tá tað varð yvirtikið. Frá 2008 hevði Skráseting Føroya eftirlitið við Eik Grunninum. Tilboðið hjá J amp K Petersen er eina góða millión lægri enn metingin hjá ráðgevunum hjá býráðnum segði. Metingin er 26 milliónir krónur og tilboðið hjá J amp K Petersen er 24,8 milliónir krónur Umsitingin hjá býráðnum viðger nú tilboðini saman við ráðgevunum, Landsbyggifelagnum og HMP Consult. Síðani verður málið fyrireikað til politiska viðgerð í býráðnum. Gýtingarstovnurin er mettur at vera 4,5 milliónir tons. Hann var 1,9 milliónir tons í 2002. Sambært Fishupdate hevur makrelurin ikki verið so væl fyri seinastu 26 árini. Kristian Blak sigur frá um hvaðani hugskotið til summartónar kom. Hóast 30 ár á baki, so liva hesar ymsu konsertirnar sítt fríska lív, Nógv túsund fólk hava verið til hesar konsertirnar gjøgnum árini. Og í ár eru lagdar konsertir um alt landið, í alt eru 120 konsertir í prentaðu skránni, og harumframt eisini umleið 40 konsertir í Tutl handlunum. Útivið 200 tónleikarar fara at spæla í summar. Tað ber væl til at fáa vørur út við Rituni. Handilin skal eisini brúkast til at bjóða fólki inn, so ikki er neyðugt bara at ganga úti. Tað skrivar Maria Damanaki, fiskivinnukommisserur, á sínari heimasíðuni. Hon skrivar, at tað er við stórari gleði, at hon í dag kann kunngera, at ES og Føroyar hava gjørt eina politiska semju í sildatrætuni. Maria Damanaki sigur ikki, hvussu stór, føroyska sildakvotan verður í ár. Men hon sigur, at sambært semjuni við Jacob Vestergaard gevast Føroyar at fiska sild á ein hátt, sum sambært Mariu Damanaki ikki er burðardyggur. Afturfyri fer ES at stegða boykottinum móti Føroyum. Og, skrivar Maria Danamaki, eg eri eisini fegin um, at eg kann kunngera, at Føroyar taka aftur bæði gerðarrættarmálini móti ES, annað í WTO og hitt eftir havrættarsáttmálanum hjá ST. Og klokkan eitt í dag fara Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, og Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, at ráðføra seg við Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum um sildakvotuna fyri 2014 og um at taka aftur rættarmálini móti ES um handilsforðingarnar móti Føroyum. At landsstýrið ætlar at tosa við Uttanlandsnevndina um at taka aftur tey bæði gerðarrættarmálini móti ES, bendir á, at ES góðtekur føroysku sildakvotuna, sum ætlanin er at áseta, og tí fer at strika boykottið, sum varð kunngjørt 28.august í fjør. Sambært ES og hinum strandarlondunum eiga føroyingar knappliga 5,2 prosent av heildarkvotuni. Í fjør var føroyska sildakvotan 17 prosent. Hann hevur bara sagt, at hon verður størri enn 5,2 prosent og minni enn 17 prosent. Og tað skilst á honum, at ES góðtekur kvotuna, ætlanin er at áseta í ár. Av tí at formaðurin í Uttanlandsnevndini, Jákup Mikkelsen í Fólkaflokkinum, er burturstaddur, verður Høgni Hoydal í Tjóðveldi, næstformaður, í formanssessinum í dag. Og Hanus Samró er varalimur hjá Jákupi Mikkelsen. Sambært stýriskipanarlógini ráðførir landsstýrið seg við Uttanlandsnevndina, áðrenn avgerðir verða tiknar, sum hava stóran uttanlandspolitiskan týdning. Umleið fimm ára gomul sá Greta Blomstrand eina mynd úr Føroyum, við grønum grasi og høgum bergi, og líka síðan hevur hon ynskt sær at sleppa til Føroya. Hvussu leingi hon verður í Føroyum veit hon ikki at siga, men hon hevur arbeiði til í september. Hvussu síðan verður stendur enn opið. Tað nýggjasta arbeiðið er farstøðin á flogvøllinum, eitt annað hús, sum kanska fleiri kenna til er Albert Hall, har fíggjarmálaráðið heldur til. Í næstum skal AluPlast gera fasudana til stóra bygningin hjá Bank Nordik í Havn. Sambært eini meiningakanning, sum hansara egni flokkur hevur biðið um, men ikki ætlar at almannakunngera, halda bara seks prosent av veljarunum, at Jørgen Niclasen klárar seg væl í sessinum sum landsstýrsmaður. Kanningin er gjørd um mánaðarskiftið apríl mai, tað er væl, áðrenn atfinningarsama sendingin Tollmálið varð send í sjónvarpinum, og kann tað sostatt ikki verða hendan sendingin, sum hevur ávirkað umdømið hjá Jørgeni Niclasen. Víðari avdúkar kanningin, at Jørgen Niclasen stendur rættiliga einsamallur við vánaligu undirtøkuni sammett við sínar floksfelagar í landsstýrinum. Fólkaflokkurin eigur nevniliga báðar toppskorararnar á listanum yvir, hvussu væl veljarar halda, landsstýrsfólkini klára seg. Heili 32 prosent halda landsstýrsmannin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, klára seg væl. Beint í hølunum á honum kemur landsstýriskvinnan í almannamálum, Annika Olsen, sum fær undirtøku frá 29 prosentum av veljarunum. Síðani er eitt langt lop niður til nr. 3 á listanum, sum er Bjørn Kalsø, landsstýrsmaður í mentamálum. Níggju prosent halda, at dugur er í honum sum landsstýrismanni. Eitt vet verri sær tað út hjá løgmanni, Kaj Leo Holm Johannesen sambært kanningini halda bara sjey prosent av veljarunum, at løgmaður klárar seg væl í sessinum. Næst niðast liggjur so Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, saman við Karsteni Hansen, landsstýrismanni í heilsumálum, við hvør sínum seks prosentum av undirtøku frá veljarunum. Niðast á listanum liggur Johan Dahl bara trý prosent halda, at Johan Dahl klárar seg væl í sessinum sum landsstýrsmaður í vinnumálum. Eitt brek í einum av stóru motorunum á verkinum á Sundi var orsøkin til, at alt landið, uttan Suðuroy og útoyggjarnar, mistu streymin í góðan hálvan tíma fyrrapartin. Nú verður leitað eftir brekinum, sum fekk trygdarskipanina at sløkkja fyri einum motori, men vit sleppa ikki undan at black out verður aftur, tí vit eru eitt avbyrgt økið. Høvdu vit havt ein sjókaðal til útlond, høvdu vit sloppið undan hesum, sigur Finn Jacobsen, tekniskur leiðari á SEV Tað prutlar undir lokinum í Sambandsflokkinum, eftir at Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, hevur gjørt av, at Jørgen Niclasen sleppur at verða sitandi sum landsstýrismaður í fíggjarmálum. Ætlanin hjá Ítróttarsambandinum at avtaka atkvøðurættin hjá limafeløgunum til aðalfundin, er jalig, og hevur ikki við sær, at limafeløgini missa vald. Tey 120 limafeløgini í ÍSF missa tó ikki heilt møguleikan at hava ávirkan, tí feløgini eru limir í 16 sersambondum, og sersambondini missa ikki rættin at atkvøða. Sersambondini skulu sostatt umboða limafeløgini á aðalfundum. Fleiri av teimum smáu ítróttarfeløgunum halda, at broytingin fer at hava við sær, at tey kunnu fáa meira at siga. Tað heldur eitt nú Allan Larsen, sum er formaður í Klaksvíkar Billiardfelag. At vera uppá vegin er gott føroyskt, og ber væl til at siga um kvinnu, ið ber barn undir beltið. Gravid er eisini í lagi, orðið er upprunaliga látínskt gravidus ella gravis og merkir tungt. Rúsdrekkasøla landsins er farin undir nýtt átak, sum skal fáa viðskiftafólkini undir 25 ár sjálvboðin at vísa samleikaprógv, tá tey keypa í Rúsuni. Í øllum Norðurlondum, undantikið Danmark, verður rúsdrekka selt í einkarsølu, og kravið, at ung undir 25 ár skulu vísa samleikaprógv, er eisini galdandi í hinum londunum. Marius var ein teirra í framførdi við bólkinum, leygarkvøldið verður aftur konsert, men hesa ferð í Eiðis kirkju. Ætlanin er at taka sangirnar upp, og geva teir út á fløgu í januar. Hallstein Siguðsson er summargestur í summarmogun sendingini. Nú starvast hann sum deildarleiðari í Grønlendska TelePost, og býr í Nuuk. Ein ungdómsdreymur gjørdist veruleiki, tí sum ungur sigldi Hallstein við Kongaliga Grønlandska Handlinum, og kundi væl hugsa sær at fari aftur. Nógv er øðrvísi, kuldin, tíðarmunurin, mentanin og ikki minst málið ella málini, danskt og grønlendskt og so hugsa á føroyskum. Gunnhild Mørkøre er einasti kvinnuligi skógmakarin í Føroyum. Ein ortopædiskur skógmakari má gera nýggjar skógvar frá botni av. Og hvørja ferð má mát takast av hvørjum einasta fóti. Tað skal bæði seymast og límast og smíðast. Og øll sløg av skóm, bæði vanligar skógvar, inniskógvar, styvlar og sandalur. Vit byrja við fjølbroytta tónleikalívinum í 20. øld og ferðast í tónum og frágreiðingum spakuliga aftur til teirra, ið við vissu búleikaðust her í 7. øld. Í fyrstu sending hoyra vit um tónleikalívið í Havn frá miðskeiðis í 19. øld og fram til ár 2000. Millum annað hoyra vit um Bakar Hansen, feðgarnar við Stein og jazztónleikin í 1920 unum. Sendingin varð fyrstu ferð send 17. januar í 2000. Kári Sverrisson leggur til rættis. Týsdagin 17. juni kl. 13 fer Jan Rasmussen, lækni á medisinska deplinum á Landssjúkrahúsinum, at verja Ph.D. ritgerðina hjá sær um CTD verkætlanina. Ritgerðin er úrslit av kanningararbeiði seinastu trý árini. Hetta er samstundis fyrstu ferð, at ein Ph.D. verkætlan í læknafrøði verður vard á Landssjúkrahúsinum. Fyrst hevur Jan Rasmussen framløgu í 45 minuttir um úrslitini frá verkætlanini um CTD, og síðani fáa próvdómararnir høvi at seta spurningar og koma við viðmerkingum. Jan Rasmussen hevur verið innskrivaður á lærda háskúlanum í Keypmannahavn sum Ph.D. lesandi síðani 2011, og hevur samstundis verið fast knýttur at Medisinska Deplinum á Landssjúkrahúsinum. Verjan er almenn, og øll áhugaði eru vælkomin í Veitsluhøllini, Eirargarður 7 á Landssjúkrahúsinum. Verjan verður á enskum máli, skrivar Landssjúkrahúsið á heimasíðu síni. 16 umboð fyri eigarafeløgini møttu til fundin. Við sær høvdu tey 2116 undirskriftir móti ætlaðu hitamiðstøðini. Tey søgdu sína hugsan um málið. Heðin Mortensen, borgarstjóri, gjørdi greitt, at hann hvørki vil hava olju, tangar ella stórar skorsteinar í bústaðarøkinum í Hoyvík. Hann fer tí nú at kunna bæði býráðið og Hitafelagið um eina alternativa grøna loysn, ið hann metir kann lata seg fremja, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni. Sjálvur er Jacob Vestergaard heitur talsmaður fyri at einskilja landsjørðina. Men arbeiðsbólkurin skal ikki standa fyri at einskilja landsjørðina, sigur hann. Í mong ár hava granskarar á Havstovuni eygleitt hvussu orkan frá gróðri verður flutt upp til hægru verur, so sum tosk, hýsa og sjófugl, uttan at vita hvør vera hevur staðið fyri hesum flutningi. Nebbasildin hevur tó verði undir illgruna, og í 2009 fór ein verkætlan í gongd til endamáls at kanna nebbasild og hennara vistfrøðiliga leiklut á føroyska landgrunninum. Nebbasild hevur ein sjáldsaman atburð og er tí ikki altíð líka løtt at kanna, men komið varð fram til at skjótur vøkstur og føði er týdningarmikið fyri at hennara tilgongd skal verða góð. Nakað óvæntað varð eisini funnið, at hitin í sjónum hevur ein stóran leiklut í hennara trivna. Fleiri sjófuglasløg eru sterkt tengt at nebbasild, serstakliga í burðartíðini, og er hetta einki undantak á føroyska landgrunninum. Eitt sterkt samband varð funnið millum burðaravlopið hjá rytu og nebbasild. Við hesum kann burðaravlopið hjá rytu, ið er munandi lættari at máta enn nebbasild, nýtast sum eitt mát fyri støðuna hjá nebbasildini. Jens Marni Hansen er aktuellur við nýggjum videolagi, og tað er til sangin You re the Greatest av fløguni Anywhere You Wanna Go frá í fjør. Syngjandi við sær hevur hann Annu Mariu Olsen. BenHan Studios hevur framleitt videolagið. Tað er 17 ára gamli Benjamin Hansen, ið er maðurin handan BenHan Studios, og hann hevur eisini framleitt fyrra videolagið hjá Jens Marna. Hetta videolagið er eitt typiskt og simpult videolag, men eftir sum at sangurin var so stuttur og handlingin helst var um kærleika og gleði, so var júst hetta hugskotið hóskandi til videolagið, sigur Benjamin. Benjamin og Jens Marni hava sum sagt arbeitt saman áður. Fyrr í ár kom videolagið til When it s Over út, og tað hevði BenHam Studios eisini framleitt. Tað hevur verið virkiliga skeg at arbeitt saman við Jens Marna og Annu Mariu, men eg hevði ikki kunnað klárað meg einsamallan sigur Benjamin og heldur fram, Sigmar M. Mørkøre hjálpti mær við ljósi, Behind the Scenes myndum og kom við id um so hvørt, sigur Benjamin errin av at hava ein so trúfastan arbeiðsfelag. Ætlanin er at leypa út av berginum niður í havið, meðan hann filmar tað. Tað er vandamikið í sjálvum sær at leypa, men hetta er í Avstralia, og her er enn vandamiklari orsakað av nógvu hávunum. Komin á bláman sær hann ein háv svimja runt, gerst lívsræddur og roynir at svimja undan. Til alla lukku klárar hann at sleppa í land aftur 9,56 prosent eru 4,40 prosentstig meira enn ES og hini strandarlondini upprunaliga vildu geva Føroyum, tí býtislykilin frá 2007 sigur, at Føroyar eiga 5,16 prosent. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, ráðførdu seg við Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum í gjár. Jacob Vestergaard hevur onga viðmerking til tíðindini. Landsstýrisfundur verður klokkan 11, og eftir tann fundin verður kunnað um avtaluna, sigur landsstýrismaðurin í fiskvinnumálum Enn er tó eingin fráboðan komin frá landsstýrinum um sildakvotuna í 2014 ella um, at ES tekur boykottið móti Føroyum aftur og Føroyar taka gerðarrættarmálini móti ES aftur. Og ráðførslan í Uttanlandsnevndini var í trúnaði. Men Maria Damanaki, ES fiskivinnukommisserur, kunngjørdi, sum hon segði við gleði, í gjár, at ein avtala við Føroyar var komin undir land Hon segði millum annað, at nú sleppa ES skip í føroyskan sjógv at fiska, og føroysk skip kunnu aftur fiska í ES sjógvi. Men enn er nógv arbeiði eftir at gera fyri at staðfesta endaliga og fremja avtaluna. Annars greiddi Damanaki frá avtaluni, sum var gjørd við Føroyar um sildakvotuna, ES boykottið og gerðarrættarmálini. Og føroyski sildafiskiskapurin verður nú burðardyggur, segði hon eisini. Trý skip vóru á Trongisvágsfirði, Smyril og tvey útlendsk skip, tá olja dálkaði fjørðin. Royndir vórðu tiknar av oljuni hjá øllum skipunum. Hon er síðani samanborin við oljuna á sjónum. Úrslitið er, at oljan stavar ikki frá teimum trimum skipunum. Tvøroyrar kommuna hevur strongt á at fáa at vita, hvaðani oljan stavaði, tí kommunan brúkti eina hálva millión krónur til upprudding. Og teir pengarnar vil kommunan hava frá tí, sum dálkaði. Linda Hesselberg á fútaskrivstovuni sigur, at hon ætlar fyrst at lesa greiningina um oljuna hjá niðurlendska skipinum, áðrenn hon tekur avgerð um málið. Men niðurstøðan í greiningini er, at oljan stavaði ikki frá skipinum. Ákæruvaldið hevur sent Føroya rætti ákærurit um garnaskipið Anitu. Reiðarin, skiparin og reiðaríið eru ákærd fyri at bróta kunngerðina um fiskiskap eftir havtasku og svartkalva við gørnum á føroysku landleiðini. Meta av Fløtum er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur, og hevur eisini leiðsluútbúgving. Hon hevur drúgvar royndir sum leiðari innan eldraøkið, og hevur verið leiðari á Lágargarði seinastu sjey árini. Vit hava avtalað, at landsstýrisfundur verður kl. 11 fyrrapartin, og tá tann fundurin er liðugur, verður kunnað um avtaluna, sigur landsstýrismaðurin. Hann var saman við Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni á fundi við Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum í gjár. Teir fundirnir eru vanliga í trúnaði, og tí vil Jacob Vestergaard heldur ikki gera viðmerkingar til tann fundin. Tað hevur ljóðað síðani í gjár, at føroyska sildakvotan í ár verður 9,56 prosent, 40.000 tons. 9,56 prosent eru 4,40 prosentstig meira enn ES og hini strandarlondini upprunaliga vildu lata Føroyum, tí býtislykilin frá 2007 sigur, at Føroyar eiga 5,16 prosent. Føroyar fara at standa á odda fyri teimum samráðingunum. Tær fara at byggja á úrslitini frá fiskifrøðingum, sum eru í ferð við at gera nýtt grundarlag fyri sildabýtinum. Fyrst í september í fjør fingu Føroyar undirtøku fyri einum uppskoti um at seta fiskifrøðingar at gera nýtt tilmæli um grundarlagið fyri sildabýtinum í framtíðini. Arbeiðsbólkurin skal vera liðugur fyri 1.september í ár, so strandarlondini hava okkurt nýtt at byggja samráðingarnar á um kvotuna fyri 2015, og árini eftir 2015. Í frágreiðingini hjá fiskifrøðingunum skal vera tilfar frá 1995 til 2013 um havlívfrøðiligar rannsóknir og fiskiskap eftir norðhavssild. Fyrrakvøldið tók danska bingjuskipið, Robert Mærsk, umleið 300 flóttafólk upp í Miðalhavinum, teirra millum eru nógv pinkubørn og kvinnur. Tað sigur Eivin Jacobsen, tingmaður hjá Sambandsflokkinum. Hann er sera ónøgdur við avgerðina hjá løgmanni at lata Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, verða sitandi. Eisini Reimund Langgaard, Helgi Abrahamsen og Bárður Nielsen hava víst sína ónøgd um avgerðina hjá løgmanni. Bárður Nielsen sigur við in.fo, at málið er ikki liðugt, og at landsnevndin eigur at hava fund um hetta. Jóna Mortensen, tingkvinna í Sambandsflokkinum, hevur ongar viðmerkingar til málið. Ikki annað enn, at hon hevur álit á, at Kaj Leo Holm Johannesen ger tað besta fyri Sambandsflokkin, samgonguna og Føroya land. Tað hevur ikki eydnast at fáa orðið hini tingfólkini hjá Sambandsflokkinum, Rósu Samuelsen, Edvu Jacobsen og Alfred Olsen, sum eisini er formaður í tingbólkinum. Felagið Føroysk Marknaðarfólk mælir almennu myndugleikunum til at fyrireika føroyingar betur at svara spurningum um grindadráp, nú djóraverndarfelagsskapurin Sea Shepherd er í Føroyum. Hann er formaður í Føroyskum Marknaðarfólkum, ið er felag, har marknaðardeildirnar hjá nøkur av størstu fyritøkunum í Føroyum eru limir. Løninar hava síðani í fjør heyst lyft seg spakuliga uppeftir, úr 600 milliónum um mánaðin til nú at liggja um 620 milliónir um mánaðin, skrivar Hagstovan á heimasíðuni. Tað er framgongd í øllum høvuðsvinnugreinum, men størsta framgongdin er í ídnaðarbólkunum, bygging 10,6 og fiski og alivinna 7,6 . Tað hava ikki verið yvir 24.000 løntakarar síðan oktober 2010, sum var tíðarskeiðið beint áðrenn stóru húsagangirnar í fíggjar og fiskivinnuni, skrivar Hagstovan. Svanur loyvir ikki øðrum fugli at eiga tætt hjá, og bæði drepur og etur æðuungar. Tað er sera harmiligt at svanur leggur so eftir øðrum fugli sum vanliga eigur í Føroyum. Svanur er flytifuglur, men seinnu árini hava nøkur pør búleikast í Føroyum alt árið. Svanur er friðaður, og tí er ikki so lætt at sleppa av við hann aftur. Føroya rættur viðger í dag ákærurnar móti tveimum ungum monnum, sum eru ákærdir fyri rán við BankNordik í Húsagøtu seint annað páskakvøld. Menninir eru ákærdir fyri at hava rænt pengar frá einum starvsfólki í SMS, sum skuldi lata pengarnar frá matstovunum í SMS í samdøgursboksina í BankNordik. Kvinnan, pengarnir vórðu tiknir frá, skal ikki vita, hvat teir skuldsettu, og nú ákærdu, menninir hava sagt, tí hon er vitni í revsimálinum. Svanur verjir reiðri væl, og brúkar nógv pláss, og bæði drepur og etur æðu og gásarungar. Skógrøkt Landsins er stovnurin, ið hevur tikið sær av svanunum, og sett teir út. Og Janus heldur, at skógrøktin av tí sama varar av øllum svanum í Færoyum, so leingi lógin einki sigur um júst hendan trupulleikan. John William Joensen heldur, at hann og hinir fjølmiðlarnir kundu sloppið undan tvístøðuni, um myndugleikarnir herdu reglurnar fyri, hvør sleppur til landið. Tað eru greiðu boðini frá ICES, sum júst hevur almannakunngjørt sína ráðgeving fyri millum annað føroysku botnfiskastovnarnar, skrivar Havstovan á heimasíðuni. Føroyabanki grynri enn 200 m hevur verið stongdur fyri at kalla øllum fiskiskapi síðan 2009. Hóast stovnurin av toski á Føroyabanka tykist eitt vet frægari enn seinastu árini, so er enn langt frá tí støðinum, ið var árini 1996 2002. Mælt verður til, at eingin fiskiskapur skal verða loyvdur, fyrr enn stovnurin er komin upp á ella upp um tað, hann var í 1996 2002. Gýtingarstovnurin av toski á landgrunninum hevur verið á sera lágum stigi síðan 2005, tí tilgongdin er lítið, og veiðitrýstið er stórt. Veiðitrýstið er minkað munandi síðan 2010, men av tí at gýtingarstovnurin er so lítil, verður mælt til minka veiðitrýstið enn meira við 23 samanborið við í fjør. Gýtingarstovnurin av hýsu er støðugt minkaður síðani 2003, serliga av ov lítlari tilgongd øll hesi árini. ICES endurtekur tí tilmælið frá í fjør eingin beinleiðis fiskiskapur eigur at verða eftir hýsu næsta ár, hjáveiðan í øðrum fiskiskapi skal verða so lítil sum møgulig, og ein ætlan eigur at verða gjørd fyri at fáa stovnin at koma fyri seg aftur. Gýtingarstovnurin av upsa er minkaður nógv síðan 2005, serliga tí at veiðutrýstið hevur verið alt ov stórt. Hann tykist tó vaksa aftur, tí tilgongdin er frægari. Mælt verður til at minka veiðutrýstið 44 samanborið við miðal veiðutrýstið seinastu trý árini, skrivar Havstovan. Tað prutlar av álvara undir lokinum í Sambandsflokkinum, og alsamt fleiri vilja nú hava eykalandsfund fyri at fáa greiðu á, hvussu sterkur ella veikur Kaj Leo Holm Johannesen stendur sum formaður floksins. Misnøgdin er stór við hansara handfaring av tollmálinum, og at hann ikki hevur virt støðuna hjá tingbólkinum í flokkinum um landsstýrismannin í fíggjarmálum. Fyri einum hálvum tíma síðani fór flokkurin á kreppufund, har ónøgdin við formannin og hansara kós er á dagsskrá. Fundurin er á Gamla Apoteki, har landsstýris og tingmanningin eru við og sjálvandi løgmaður og formaður floksins eisini. Alsamt fleiri í flokkinum siga nú tó at tey ikki vilja standa opið fram enn at flokkurin má loysa trupulleikan við formanninum, áðrenn val verður útskrivað. Og tað verður eisini nevnt, at Bárður Nielsen hevur vaksandi undirtøku fyri at taka formanssessin frá Kaj Leo Holm Johannesen. Lokalfeløgini eru misnøgd um, at sitandi formaður ikki hevur virt støðuna hjá tingbólkinum í tollmálinum og trupulleikanum við landsstýrismanninum í fíggjarmálum, og hetta er sera álvarslig støða, segði Eivin Jacobsen, tingmaður við útvarpið í gjárkvøldið. Eisini Reimund Langgaard, Helgi Abrahamsen og Bárður Nielsen hava víst sína misnøgd um avgerðina hjá løgmanni um at lata Jørgen Niclasen verða sitandi sum landsstýrismann. Jóna Mortensen, tingkvinna í Sambandsflokkinum, hevur ongar viðmerkingar til málið. Ikki annað enn at hon hevur álit á, at Kaj Leo Holm Johannesen ger tað besta fyri Sambandsflokkin, samgonguna og Føroya Land. Tað hevur ikki eydnast at fáa orðið hini tingfólkini hjá Sambandsflokkinum, Rósu Samuelsen, Edvu Jacobsen og Alfred Olsen, sum eisini er formaður í tingbólkinum. Óli Mortensen tók væl av sínum juniormeti í 800 m. frísvimjing. Óli svam teinin við tíðini 8.13.75. Gamla metið hjá honum frá mars í ár var 8.20.55. Revsingin eigur at vera treytaleys, segði ákærin á rættarfundinum í dag. Fyri ránið kravdi ákærin eitt ár upp í eitt ár og tríggjar mánaðir. Men báðir menninir eru eisini ákærdir fyri onnur revsilógarbrot, so ákærin krevur eitt ár og fýra mánaðir upp í hálvt annað ár til annan mannin og hálvt annað ár til hin. Verjarnir mæltu til munin linari revsing, og at revsingin verður treytað ella partvíst treytað. Kriminalforsorgin sigur um báðar, at teir eru egnaðir at fáa treytaða fongsulsrevsing. Báðir menninir eru persónkannaðir. Verjarnir siga, at talan var ikki um rán, tí eingin harðskapur varð brúktur, og heldur ikki var nøkur hóttan um harðskap. Tí er talan um stuldur. Báðir teir ákærdu játta seg eisini sekar í stuldri. Men avger rætturin, at talan var um rán, kann revsingin í mesta lagi verða átta til níggju mánaðir við øllum, eisini tí, sum menninir hava játtað seg sekar í, søgdu verjarnir. Verjarnir løgdu dent á, at eingin læknaváttan er løgd fram í rættinum, hóast kvinnan, sum menninir tóku slakar 5.400 krónur frá, segði í rættinum, at hon fekk nevan á høkuna, so hon datt afturá. Hon var eisini á Skaðastovuni, segði hon. Men rætturin fekk einki skjal um tað. Vantandi læknaváttan var eisini orsøkin til, at verjarnir ikki góðtóku endurgjaldskravið frá kvinnuni. Hon er tímalønt og fekk ikki arbeitt í ein mánað eftir hendingina. Hon livdi av frítíðarlønini hesa tíðina, hon ikki var til arbeiðis, segði hon. Nøkur onnur endurgjaldskrøv vórðu eisini fráboðað í rættinum í dag. Tað er niðurstøðan í eini kanning, sum viðger samanhangin millum útbúgving og hvønn flokk, tú velur. Kanningin er endurgivin í danska fakritinum Ingenøren. Og okkurt bendir á, at sami samanhangur er at síggja í føroysku veljarafjøldini. Eitt nú er týðiligt, at Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin fáa væl fleiri atkvøður frá akademikarum enn hinir báður stóru flokkarnir, Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin. Tað vísir veljarakanningin, sum Fólkaflokkurin læt gera herfyri. Sambært kanningini kemur fjórða hvør atkvøða hjá Tjóðveldi frá einum akademikara, meðan sætti hvør javnaðarveljari hevur eina akademiska útbúgving. Hjá Fólkaflokkinum er áttandi hvør veljari akademikari, meðan bara fimm prosent av veljarunum hjá Sambandsflokkinum hava eina akademiska útbúgving. Í kanningini skuldu veljarararnir upplýsa, um teir høvdu fólkaskúlaprógv, miðámsskúlaprógv, handverkaraútbúgving, styttri víðari útbúgving, miðallanga víðari útbúgving, sum tekur 2 4 ár, ella langa víðari útbúgving, sum tekur meir enn fýra ár. Taka vit tær báðar hægstu útbúgvingarnar undir einum, sæst sama mynstur, hóast munurin minkar nakað. Her vísir tað seg, at 61 prosent av veljarunum hjá Tjóðveldi og 48 prosent av veljarunum hjá Javnaðarflokkinum hava annaðhvørt eina miðallanga ella langa víðari útbúgving. Hjá Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum hava avikavist 45 og 32 prosent eina miðallanga ella langa útbúgving Ósemja er framvegis í tingbólkinum hjá Sambandsflokkinum um málið viðvíkjandi Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum. Men Jørgen Niclasen heldur fram sum landsstýrismaður. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður og floksformaður, sigur, at hóast ósemja er, fær hann fulla undirtøku frá ting og landsstýrismanningini hjá Sambandsflokkinum Sambandsflokkurin er framvegis í tvíningnum í málinum um Jørgen Niclasen, men Jørgen Niclasen heldur fram sum landsstýrismaður í fíggjarmálum. Fleiri tinglimir í Sambandsflokkinum hava verið rættuliga bersøgnir seinastu dagarnar, men í gjár vildi ongin siga nakað, og sambært løgmanni, eru øll glað og nøgd. Tað er ov einfalt at siga, at nú valdar politiskur friður, men líkt er til, at avtalan er gjørd milum løgmann og tingmanningina um at binda frið eina løtu. Tað sigur Eirikur Lindenskov, blaðstjóri og viðmerkjari. Hann vísir á, at løgmaður hevur sagt alment, at málið er bara avgreitt fyribils. Eirikur Lindenskov væntar, at flokkurin fer at binda frið í málinum um Jørgen Niclasen til ólavsøku, meðan neyðug mál verða avgreidd. Lektiukafein er ikki ein sunnudagsskúli. Tað snýr seg ikki um trúboðan ella kristnu trúnna, men fyrst og fremst um góðar karakterir. Nógvir næmingar hava tørv á hjálp til skúlatingini, og serliga eldri næmingar. Nógv foreldur hava ikki førleika at hjálpa, siga tey, sum skipa fyri. Tá bryggaríið Okkara á Velbastað læt upp, varð roknað við, at bryggjaríið fór at fáa ein triðing av marknaðinum, men tað hevur ikki eydnast. Føroyar hava higartil tvey stig fyri seks dystir. Stigini eru komin við javnleikum á heimavølli móti Bosnia Hersigovina 1 1 og Norðurírlandi 0 0 Annar maðurin, sum er ákærdur fyri ránið í Húsagøtu annað páskakvøld, er eisini ákærdur fyri tvey innbrot hjá gullsmiðum í Havn í desember í fjør. Maðurin segði í Føroya rætti í gjár, at ein kvinna var saman við honum, tá hann gjørdi innbrotið í handilin hjá Niels L. Arge á Kongabrúnni tann 11.desember. Hann skeyt hol í handilsgluggan við einari avsagaðari høglbyrsu. Síðani gjørdu tey holið størri við einum hamri og tóku nakrar hálsketur út gjøgnum holið. Tey vóru ikki inni í handlinum. Men hann noktar at hava stolið smúkkur fyri knappliga 114.000 krónur í Gullhorninum. Virðið á tí, teir tóku har, var nógv minni, neyvan meira enn 30.000 krónur, segði hann í rættinum í gjár. Millum annað tóku teir einki gull. Tað var Jóhan í Hoyvík, sum læt skipið byggja á Tórshavnar Skipasmiðju í 1977, og tað er eitt nýstovnað felag á Toftum, sum keypir skipið. Váðasteinur fekk nýggjan motor í 2003. Váðasteinur fiskar við línu, men hevur eisini garnaloyvi til svartkalva. Váðasteinur er til fiskiskap, so nýggju eigararnir yvirtaka ikki skipið fyri enn hesin túrurin er liðugur. Ætlanin er at yvirtøkudagurin verður á jóansøku, 24. juni. Tað eru fleiri, sum hava sett pening í nýggja felagið. Martin V. Heinsen er nevndarformaður, og stjóri er Niclas Davidsen, skrivar Nes kommuna. ES noyðist at gjalda, nú Føroyar fáa knappliga 20.000 tons meira av norðhavssild enn strandarlondini vóru samd um at lata Føroyum. Audun Mar k minnir á, at avtalan millum Noreg og Føroyar um sínámillum fiskirættindi í 2014 var treytað av, at Føroyar eru við í avtaluni millum strandarlondini um norðhavssild. Sambært henni eiga Føroyar 21.000 tons, ikki 40.000 tons, sum ES og Føroyar nú eru vorðin samd um. Noreg eigur at strika avtaluna við Føroyar um fiskirættindi í ár, sigur Audun Mar k. Og tað líkist ongum, at ES enn eina ferð fer uttan um hini strandarlondini í samráðingunum um uppsjávarfisk. Føroyar spara fleiri milliónir í útreiðslum til serfrøðingar, nú landsstýrið hevur slept gerðarrættarmálunum móti ES í sildatrætuni. Settar vórðu sjey milliónir krónur av til útlendskar og føroyskar løgfrøðiligar ráðgevar. Higartil eru tvær milliónir krónur brúktar. Teir báðir mennirnir, sum vórðu ákærdir fyri at ræna pengar frá eini kvinnu, ið skuldi leggja peningin frá søluni í Burger King í samdøgursboksina hjá BankNordik 2. páskakvøld, eru dømdir ávikavist 14 og 15 mánaðar fongsul. Landsinnsavningin hjá Bláa Krossi í ár gav 549.919 krónur. Hetta er næstbesta úrslit í sambandi við innsavning, skrivar Blái Krossur í tíðindaskrivi. Innkomni peningurin fer til byggingina av nýggja viðgerðarheiminum á Nesi í Eysturoy og til verkætlanina Øll hava rættin til góð barnaár . Innsavningin var 10. mai, og umleið 350 fólk gingu við bússu hús úr húsi at biðja um peningagávu til hjálpararbeiði hjá Bláa Krossi. Til ber at nýta turrar kikertrar í staðin fyri kikertrar í dós. Men tá mugu tær liggja í bloti eina nátt, og síðani kókast ein tíma. Morla gerina út í lunkaða vatnið. Koyr síðan alt í uttan hveitimjølið, og elt blandingina væl saman. Síðan rørir tú hveitmjølið í eitt sindur í senn. Elt deiggið heilt væl. Ian Gatt, stjóri í felagnum hjá skotsku uppsjóvarvinnuni, sigur, at líka síðani Føroyar gjørdu av at fiska meiri enn loyvt, hevur hann borið ótta fyri, at føroyingar fóru at halda fram við at fiska meiri, enn landið hevur loyvi til. Í ár er samlaða kvotan av sild 419.000 tons, og eftir tí eiga Føroyar 21.500 tons. Verður føroyska kvotan hægri enn tað, so er tað eitt mistak, um ES setur revsitiltøkini úr gildi, sigur Ian Gatt. ES noyðist at gjalda, nú Føroyar fáa knappliga 20.000 tons meira av norðhavssild enn strandarlondini vóru samd um at lata Føroyum. Tað sigur Audun Mar k, stjóri í norska reiðarafelagnum, á heimasíðu felagsins. Hann sigur, at gamla kvotubýtið frá 2007 eigur at halda fram. Annað kann Noreg ikki góðtaka. Audun Mar k minnir á, at avtalan millum Noreg og Føroyar um sínámillum fiskirættindi í 2014 var treytað av, at Føroyar eru við í avtaluni millum strandarlondini um norðhavssild. Sambært henni eiga Føroyar 21.000 tons, ikki 40.000 tons, sum ES og Føroyar nú eru vorðin samd um. Noreg eigur at strika avtaluna við Føroyar um fiskirættindi í ár, sigur Audun Mar k. Og tað líkist ongum, at ES enn eina ferð fer uttan um hini strandarlondini í samráðingunum um uppsjávarfisk. Høvuðspersónurin, Sóley, er ein gløgg og sjálvstøðug genta, sum býr í Reykjavík saman við mammu sínari. Hon dugir væl í skúlanum, men trívist ikki, tí at floksfelagarnir av óskiljandi orsøkum happa hana hetta sigur hon ikki fyri nøkrum. Tíbetur fær lívið aðra vend, tá ið ein nýggj genta, sum ikki er sum hini, fer at ganga í flokkinum. Leikur í talvi er ein innilig, spennandi og væl skrivað søga, sum hóskar til lesarar á øllum aldri. Bókin vann Íslendsku barnabókavirðislønina í 2000. Ragnheiður Gestsdóttir skrivaði. Laurina Niclasen týddi til føroyskt. Birita Ludvíksdóttir lesur. Sjálvur skúladeplin verður umleið 20.000 fermetrar til støddar og svara tað til einari 20 ítróttarhallir. Bygningurin verður í seks hæddum og h ann skal hýsa eini 1500 næmingum og lærarum. Tíðarætlanini sigur, at skúlin skal takast í nýtslu við skúlaársbyrjan í 2016 og hann fer at kosta 515 milliónir krónur Íroknað innbúgv og annað Løgfrøðiliga ráðgevingin hjá Løgmansskrivstovuni metir tað vera ivasamt, um tað ber til at halda fram við gerðarættarmálunum móti ES, tá revsitiltøkini verða tikin av. Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, nú Føroyar hava gjørt avtalu um at steðga gerðarættarmálunum, um ES afturfyri tekur av revsitiltøkini móti Føroyum. Skuldi tað hent, at ES og Føroyar gerast ósamd aftur um sildakvotuna, kunnu Føroyar altíð royna aftur at fara í gerðarættin við ES, sigur løgmaður. Tað er álvarsligt stig at taka atkvøðurættin frá ítróttafeløgunum í ÍSF, tí tey missa møguleikan fyri at gera sína ávirkan galdandi beinleiðis, til dømis um tey ikki eru samd við sítt sersamband. ÍSF hevur aðalfund í dag, og tá skal uppskotið um at taka atkvøðurættin hjá limafeløgunum av viðgerast. Hóast limafeløgini missa atkvøðurættin, gera sersambondini tað ikki. Og sersambondini skulu sostatt umboða feløgini á aðalfundinum. Gissur Patursson og Hans Fróði Hansen, sum báðir eru fyriskiparar, vitja Karusellina. Eitt nú greiða teir frá, at ávísar broytingar verða gjørdar á Mítt Land hesa ferð. Nøkur ár seinni kom so ein afturat. Tá teir vóru so frægir vóru teir settir út við Mjáuvøtn, so teir kundu finna saman við øðrum villum svani. Ætlanin er ikki, at fleiri aktørar skulu sleppa framat, sum Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum tekur til. Men, leggur hann so afturat, kunngerðin um fiskiskapin í ár er ikki liðug enn. Nú Føroyar og ES eru vorðin samd um norðhavssildina í 2014, verður síðsta hond løgd á kunngerðina um, hvussu makrelur og sild verða býtt millum skipabólkarnar í 2014. Tað ber væl til at flyta svan, eitt nú at oyðileggja reiðrið, um so er, at svanurin oyðileggur ov nógv. Meðan bøgan liggur á eggunum, er steggin sera ráðaríkur og harðligur, eins og gásasteggin. Tingfólk megna ikki at taka avgerð um at reisa ákæru móti landsstýrisfólki, sum hava brotið lógina, og tí má henda uppgávan í stýrisskipanarlóg Føroya flytast til annan stovn at taka sær av. M.a. hetta kom fram í orðaskiftinum um politiskt vald, justits og fjølmiðlar, har Bjørn á Heygum, advokatur, og Heini í Skorini, stjórmálafrøðingur, vóru gestir hjá Brynhild Thomsen. Mentanarnáttin eydnaðist ómetaliga væl. Nógv fólk komu niðan í Sortudíki um kvøldið at hyggja seg um og lurta eftir framførslunum, sigur Barbara Samuelsen, leiðari á deildini Mentan. Hon samskipaði tiltøkini saman við Jóhann Mortensen, leiðslusamskipara, og Eyðfinni Jensen, tónleikasamskipara. Serliga høvdu nógv hug at sleppa inn í nýggja studio, haðani sjónvarpssendingar verða sendar. Eini 10 12 fólk vóru í senn inni í sendirúminum, tá Bogi Godtfred hevði Teresu Turiðardóttir Kreutzman í Vangamyndini. Eisini fleiri fólk vóru í sjónvarpsstovuni, tá Gekkurin varð sendur. Til tær tríggjar tónleikaframførslurnar við Mariusi, Gretu Svabo og Lenu og Niklasi vóru tilsamans eini 6 700 fólk. Til útgávukonsertina seinrapartin við Jensinu Olsen vóru áleið 150 børn og vaksin. Tað vóru nógv fleiri fólk enn vit høvdu roknað við, so vit kunnu ikki annað enn fegnast, tí Kringvarpið liggur jú uttan fyri miðbýin, har tað mesta hendir, sigur Barbara Samuelsen. Men, leggur hon aftrat, hetta vóru nakrir av okkara bestu tónleikarum og sangarum. Hetta er fyrstu ferð, at Kringvarpið hevur havt opið hús og framførslurnar á Mentanarnáttini. Leiðslan í Kringvarpinum fer nú at eftirmeta tiltakið. Tað er lítið at ivast í, at Kringvarpið verður við aftur á mentanarnáttini næsta ár. Nú hava vit roynt tað, og vita, hvat vit kunnu gera, og hvat kann gerast øðrvísi. Vit eru ein stovnur, øll húski gjalda til, og tí skulu vit sjálvandi bjóða Føroya fólki at koma inn og hyggja seg upp, eins og hava framførslur í høllini, staðfestir Jóhann Mortensen. Hini strandarlondini hava fingið at vita, at Føroyar og ES hava gjørt eina avtalu um sild. Men avtalan við ES sigur einki um, at Føroyar fáa 19.000 tons av kvotuni hjá ES í ár. Hann sigur, at Føroyar hava ikki gjørt eina strandarlandaavtalu. Fiskimálaráðið hevur boðað Noregi, Íslandi og Russlandi frá, at avtala er gjørd við ES. Í næstu viku hittast ráðharrar og landsstýrismenn í fiskivinnumálum í londunum við Norðuratlantshav á árliga fundinum, sum hesa ferð verður í Grønlandi. Tá verður høvi at tosa við hinar um avtaluna við ES, sigur Jacob Vestergaard. ES noyðist at gjalda, nú Føroyar fáa knappliga 20.000 tons meira av norðhavssild enn strandarlondini vóru samd um at lata Føroyum. Audun Mar k minnir á, at avtalan millum Noreg og Føroyar um sínámillum fiskirættindi í 2014 var treytað av, at Føroyar eru við í avtaluni millum strandarlondini um norðhavssild. Sambært henni eiga Føroyar 21.000 tons, ikki 40.000 tons, sum ES og Føroyar nú eru vorðin samd um. Noreg eigur at strika avtaluna við Føroyar um fiskirættindi í ár, sigur Audun Mar k. Og tað líkist ongum, at ES enn eina ferð fer uttan um hini strandarlondini í samráðingunum um uppsjóvarfisk. Nú ES hevur góðtikið, at Føroyar fáa meira sild, eigur ES eisini at rinda rokningina fyri tað, sigur Audun Mar k. Jacob Vestergaard sigur, at Føroyar og ES hava ikki avtalað, at tey 19.000 tonsini, sum eru munurin millum 5,16 prosent og 9,56 prosent, fara av kvotuni hjá ES. So tey verða ivaleyst løgd afturat heildarkvotuni, sum í ár er 419.000 tons. Joen Magnus Rasmussen í Fólkaflokkinum er formaður í grein 19 nevndini hjá løgtinginum, sum skal kanna virksemið hjá Eik Grunnininum frá 2002 til 2010 og eftirlitið við grunninum frá 2002 til mai í ár. Johan Dahl átti uppskotið til samtyktar um at seta grein 19 nevndina, og nevndin ætlar at tosa við hann um ætlanina og endamálið við uppskotinum. Líkt er til, at tann støðuga fólkaminkingin í Sandoynni seinastu árini nú umsíðir er steðgað. Ið hvussu bendir nýggjasta uppgerðin hjá Hagstovuni yvir fólkatalið í Føroyum á tann bógvin. Sambært uppgerðini búðu 1231 fólk í Sandoynni 1. apríl í ár sammett við 1230 sama dag í fjør. Sostatt er fólkatalið í hesum tíðarskeiði vaksið við einum fólki og tað er langt síðani, at tað er hent seinast, skrivar Sandportal.fo. Sands kommuna er tó tann einasta,av teimum fimm kommununum í Sandoyarøkinum, ið hevur fólkavøkstur. Í kommununi búgva nú 514 fólk ella 15 fleiri enn somu tíð í fjør. Í Skúvoyar kommunu, ið eisini fevnir um Stóru Dímun, er fólkatalið óbroytt samanborið við einum ári síðani. Har búgva nú 43 fólk 34 í Skúvoy og níggju í Stóru Dímun. Í hinum trimum kommununum er fólkatalið minkað. Í Skopun við tveimum niður í 457, í Húsavíkar kommunu, sum eisini fevnir um Dal og Skarvanes, er ein fluttur úr kommununi, og har búgva nú 120 fólk. Í Skálavík eru 11 flutt, og har búgva nú 140 fólk. Tilknýti til Sørvág er nógv og gott, og hóast børnini ganga í skúla og í barnagarði í Sørvági, so er Bøur ein vøkur og hugnalig bygd at búgva í. Tvøroyrar kommuna hevur sett seg í samband við sakførarar, sum skulu kanna, hvørjar møguleikar kommunan hevur at fara víðari við málinum um oljudálkingina á Trongisvágsfirði, upplýsir Kristin Michelsen, borgarstjóri. Kommunan fekk mikudagin at vita frá fútaskrivstovuni, at tað heldur ikki var olja frá niðurlendska skipinum, sum var á Trongisvágsfirði seint í september í fjør, sum dálkaði fjørðin. Trý skip vóru á Trongisvágsfirði, Smyril og tvey útlendsk skip, tá olja dálkaði fjørðin. Royndir vórðu tiknar av oljuni hjá øllum skipunum. Hon er síðani samanborin við oljuna á sjónum. Úrslitið er, at oljan stavar ikki frá teimum trimum skipunum. Sambært kunngerð, kanst tú, um tú ikki finnur syndaran, býta rokningina fyri uppruddingina, sum er hálv miljón krónur í hesum føri, helvt um helvt millum kommunu og havn. Tann møguleikan letur borgarstjórin á Tvøroyri Kommunu ikki fara aftur við borðinum, tí dálkingin var inni í eini landshavn, sigur hann. Spyr fútan um oljuroyndirnar Mikudagin sendi kommunan so fútanum og ákæruvaldinum spurningar um oljuroyndirnar. Kommunan vil vita, um oljuroyndirnar ikki eru tiknar á rættan hátt, um royndirnar eru goymdar í røttum íløtum og um oljuroyndirnar ikki eru goymdar nøktandi um tær so eru vorðnar ov gamlar. Linda Hesselberg, ákæri, svarar aftur sama dag, at royndirnar eru tiknar eftir forskriftunum og goymdar í íløtum, sum eru ætlað til slíkar royndir. Men hon sigur seg ikki vera føra fyri at svara, um tað hálva árið, sum ein oljuroynd stóð í køliskápinum á politistøðini á Tvøroyri, kann ávirka góðskuna á royndini. Formliga svarið upp á oljuroyndina, sum stóð í køliskápinum í hálvt ár, er ikki komið. Tvøroyar Kommuna bíðar eftir tí, áðrenn avgerð verður tikin um, hvat so skal gerast í málinum. Í fjør kom ein stakfløga við tveimum sangum á, og nú eru so fimm á hesari útgávuni. Atli spælir banjo og mandolin og syngur eisini. Hini ljóðførini í bólkinum eru trummur, guitar og bass. Fríggjadagkvøld og leygardag seinnapart eru tiltøkini, og fitt av fólki plagar at leita sær norður. Har verður eydnuhjól, kondibingo. pylsugrill og tombola. Joe Lynn Turner og Twisted Sisters eru kend og heimskend rocknøvn, og bóndin Símun Gullaksen skal vera vertur hjá hesum kendu fólkum. Men tað ber væl til, tí úti í Fugloy eru hann og konan meir og meir von við at skipa fyri tiltøkum, so sum gongutúrum í oynni, og so mat til fleiri fólk aftaná. So fremmmandafólkini eru í góðum hondum. Landsstýrismálanevndin átti at verið broytt soleiðis, at hon ikki varð mannað við politikarum, men heldur við óheftum persónum. Og hendan nevndin átti at havt til uppgávu at reist ákæru eftir lóg um ábyrgd landsstýrismanna. At eingin ákæra hevur verið reist eftir lógini um ábyrgd landsstýrismanna øll tey 22 árini, hon hevur verið í gildi, heldur Hans Trygvi Teirin tó ikki vera nakran trupulleika. Mitt í Atlandshavinum liggja átjan oyggjar grønar og frískar. Óveður leikar ofta á, men golfstreymurin bøtir tó um støðuna. Allar eru tær eins vakrar í útsjónd, umgirdar av bláum, lívligum sjógvi, ið íður í fiski. Føroysku summardagarnir eru serstakir, tá spírar og sólin kagar fram. Hygg at sjónbandinum omanfyri, og kom eitt fet nærri at vøkru føroysku náttúruni. Óveður leikar ofta á, men golfstreymurin bøtir tó um støðuna. Allar eru tær eins vakrar í útsjónd, umgirdar av bláum, lívligum sjógvi, sum íður í fiski. Føroysku summardagarnir eru serstakir tá spírar og sólin kagar fram. Hygg at sjónbandinum omanfyri, og kom eitt fet nærri at vøkru Føroysku náttúruni. Øll 49 fólkini umborð á flogfarinum lótu lív, tá hernaðarflogfarið varð skotið niður, sigur ein talsmaður hjá ukrainska herinum, sambært tíðindastovuni hjá Ritzau. Tað var stutt fyri at flogfarið skuldi seta seg í flogvøllinum í Lugansk, sum liggur eystarliga í Ukraina, at viðhaldsfólk hjá Russlandi skutu flogfarið niður. Hetta er annað flogfarið, sum verður skotið niður í Ukraina seinastu vikuna. Seinastu mánaðirnar hava samanbrestir regluliga verið millum russisk viðhaldsfólk og herin í Ukraina. Stjórnin í Ukraina skuldsetir Russland fyri at stuðla uppreistrarfólkunum, men hesum vísa russisku viðhaldsfólkini aftur. Fuglafrøðingurin í Nólsoy, Jens Kjeld Jensen, er ikki í iva. Ongantíð áður hava føroyingar verið so illa plágaðir av mýggjabitum, sum teir fara at verða í summar, sigur hann við útvarpið. Jens Kjeld Jensen hevur seinnu árini hildið eitt vakið eyga við mýggjabitum í Føroyum. Tað, hann hevur eygleitt, fert tú eisini at merkja á egnan kropp í summar, tá tú ferðast í náttúruni. Niðurstøðan hjá fuglafrøðinginum er heilt greið gerið tykkum til reiðar til eitt summar við so nógvum mýggjabitum, sum tit ikki nakrantíð áður hava sæð, sigur fuglafrøðingurin. Orsøkin, til at føroyingar fara at verða illa plágaðir av mýggjabitum í summar, er veðurlagsbroytingar, sum eisini hava ávirkað nøringina hjá mýggjabitum í Føroyum tey seinnu árini. Tey góðu tíðindini eru kortini, at júst tað eina slagið slagið av mýggjabitum, ið nørist væl í løtuni, ikki fer at bíta so illa sum teir, vit kenna best í Føroyum, sigur hann við útvarpið. Hóast hansara eygleiðingar siga, at hetta verður eitt hitt ringasta summarið við mýggjabitum kring allar Føroyar, verður kortini ringast hjá fólki í Suðuroy, sigur Jens Kjeld Jensen. USA, Stóra Bretland, Týskland, Russland, Suður Amerika, Kanada, Italia, Ísrael, Portugal, Meksiko, Noreg, Spania, Suður Afrika, Tjekkia, Sveis, Thailand og Póland. Google hevur longu avmyndað nógv lond í stóru verkætlanini Google Street View, har teldubrúkarar kunnu ganga í gøtunum í heimsins londum. Skjótt koma Føroyar eisini á alsamt vaksandi listan. Milliardafyritøkan Google hevur ætlanir um at koma til Føroyar at avmynda landið, soleiðis at teldubrúkarar kring allan knøttin kunnu ganga ymsastaðni í Føroyum framman fyri telduskíggjan. Google hevur longu sett seg í samband við Dátueftirlitið. Fyritøkan vil vita, hvussu hon skal bera seg at, nú Google hevur ætlanir um at koma til Føroyar at avmynda alt landið við serliga bilinum, sum fer at koyra runt. Eitt nú vil Google hava at vita, um tað er nakað serstakt, fyritøkan skal hava í huga, við atliti til persónsupplýsingarlógina, nú milliardafyritøkan hevur ætlanir um at skráseta allar Føroyar í myndum. Dátueftirlitið hevur svarað, at føroyska persónsupplýsingarlógin er galdandi, og at Google eigur at fáa sær eitt umboðsfólk í Føroyum. Dátueftirlitið mælir eisini til, at fráboðanir verða sendar út, so fólk vita, nær økið, har tey búgva ella ferðast í, verður avmyndað. 1 Fípan Fagra 05 25.12 2 Blikur 05 26.01 3 Jallurin 05 35.07 4 Frúgvin 05 35.11 5 Ternan 05 40.00 6 Hvassi 05 54.20 7 Tekla 05 55.11 Ein 59 ára gamal maður á súkklu doyði seinnapartin, tá hann kom fyri ein bil í Kollafjarðartunlinum, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn, sum fekk fráboðanina klokkan 14 47. Maðurin kom súkklandi í tunlinum, tá hann av higartil ókendum orsøkum kom fyri ein bil, ið koyrdi suður eftir. Enn veit løgreglan ikki nágreiniliga, hví ferðsluvanlukkan hendi. Løgreglan er í løtuni í gongd við at avhoyra bilføraran, ið koyrdi bilin, sum koyrdi á mannin á súkkluni, so greiða kann fáast á orsøkina til ferðsluvanlukkuna, ið kravdi eitt lív seinnapartin. Tað, sum vit fyribils vita, er, at bilførarin sá ikki mannin á súkkluni, fyrr enn ov seint var, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn, Kristina Christiansen. Talan er ikki um ein av sonevndu Rynkeby súkklarunum, ið hava verið at sæð á føroysku vegunum seinastu mánaðirnar, verður upplýst á politistøðini í Havn. Tey avvarðandi hjá manninum, ið doyði í ferðsluvanlukkuni, eru kunnað um ferðsluvanlukkuna, sigur Kristina Christiansen, vakthavandi á politistøðini í Havn, við kvf.fo. Sum kunnugt eru fólk frá Sea Sheperd í Føroyum í hesum døgum. Teirra mál er at steðga møguligum grindadrápi, og hava stórar ætlanir. Eitt videobrot er nú komið út, har ein teirra stendur og ger squats úti við einum lyktapela. Brúkarin, sum hevur lagt tað út, spyr, um hetta er vápnið, Sea Sheperd vilja brúka til at steðga grindadrápi í Føroyum Sea Sheperd hava verið í Føroyum fleiri ferðir fyrr. Seinast, teir vóru her var í fjørsummmar, men hetta hava vit so ikki sæð fyrr. Skipið hjá Sea Sheperd, Columbus, hevur ligið við vestaru bryggju í Havn, men er flutt yvir undir Bakka í Vágsbotni í Havn. Spurdir um hetta var fyri at øsa fólk, sum vóru stødd har, fíngu vit bert eitt smíl, og annars biðin at bíða til týsdagin, tá altjóða leiðarin fyri Sea Sheperd kemur til Føroya Pál bleiv nummar tvey í 1500 m. frísvimjing. Tíðin hjá Páli var 15.10.38. Pál var bara eitt gott hálvt sekund frá at vinna, tí nummar eitt bleiv Devon Myles Brovn úr Suðurafrika við tíðini 15.10.02. Svimjing.com skrivar, at tað var ein av klassisku kappingunum hjá Páli, har hann legði hart út og dró frá fyrst nógvu hundrað metrarnar, fyri síðani at verða innheintaður ímóti endanum. Munurin millum Pál og endaliga vinnaran Brown var 3.2 sekund eftir fyrstu 500 metrarnar, sum er einar tríggjar kroppslongdir, men minkaði síðani fyrst spakuliga til umleið 2 sekund við 800 m., tá Brown sett sítt álop inn. Frá 1000 til 1300 var munurin millum hálvt og heilt sekund, og at enda var tað so Brown sum vann spurtin. Pál vann sostatt tvey silvurheiðursmerki á Mare Nostrum stevnunum 2014. Umframt hetta silvurið vann hann eisini silvur í 400 m. svimjing í Monako. ES hevur sagt upp verandi avtalu um býtið av svartkjaftakvotuni við kravi um størri part. Tí verða næstu samráðingarnar um svartkjaft torførar. Makrelkvotan er meira verd enn tey prosentini, sum eru komin afturat, sigur felagið eisini. Tí nú sleppa føroyingar at fiska ein stóran part í norskum sjógvi og í ES sjógvi. Meira fæst fyri tann makrelin enn fyri makrel, sum er fiskaður í føroyskum sjógvi. Føroyska makrelkvotan er 12,6 prosent tey næstu fimm árini. Felagið Nótaskip fegnast um, at Føroyar aftur kunnu selja sild og makrel á øllum marknaðunum, tí ES gevst við sínum handilsforðingum móti Føroyum. Avtalan við ES um norðhavssildina er eitt gott samráðingarúrslit, halda Nótaskip. Sildastovnurin er illa fyri í løtuni, tí tilgongdin hevur verið lítil í nógv ár. Í 2009 var heildarkvotan hjá strandalondunum 1,6 milliónir tons. Síðani er kvotan støðugt minkað, og í ár er hon bara 419.000 tons. Tað nyttar ikki bara at hyggja eftir prosentum, tí í 2009 var føroyska sildakvotan eftir tí gamla býtinum 85.000 tons. Sambært gamla býtinum eiga Føroyar 5,16 prosent av heildarkvotuni. Avtalan við ES um 2014 gevur Føroyum 9,56 prosent, 40.000 tons. Hetta er tó bara galdandi í ár. Stjórnirnar í hinum londunum hava enn ikki sagt nakað um avtaluna millum Føroyar og ES. Í heyst fara strandarlondini at samráðast um nýggjan býtislykil. Tað ásannar Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, eftir at nakrir av løgfrøðingunum, sum vóru við til at skriva stýrisskipanarlógina fyri 22 árum síðani, finnast at, at politikararnir hava eftirlit við sær sjálvum. Men løgmaður heldur tó onga orsøk vera at seta eina nýggja kommissión at endurskoða stýrisskipanarlógina, tí hetta tað er ein partur av arbeiðinum við einari nýggjar stjórnarskipanarlóg fyri Føroyar eitt arbeiði, sum byrjaði fyri 14 árum síðani. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, verður vertur fyri fundin. Helle Thorning Schmidt, danskur forsætisráðharri, og Aleqa Hammond, forkvinna í grønlendska landsstýrinum, koma til Føroya við fylgi í kvøld. Sjálvur ríkisfundurin verður mikudagin í Tinganesi. Stjórnarleiðararnir fara millum annað at umrøða samstarvið í ríkisfelagsskapinum, fiskivinnumál og Arktis. Flogmekanikararnir boðaðu frá 24 tímar verkfalli, eftir at stígur kom í samráðingarnar um nýggja felagsavtalu fyri flogmekanikkarar hjá Icelandair. Tað skrivar checkin.dk. Verkfallið rakar allar flogleiðir hjá felagnum. 65 fráferðir eru avlýstar, og íslensku ferðavinnumyndugleikarnir siga, at eini 12.000 ferðafólk verða rakt av verkfallinum. Icelandair sigur, at ferðafólk kunnu annaðhvør fáa pengin aftur, sum tey hava goldið fyri ferðaseðilin. Tey kunnu eisini broyta fráferðina, ella fara við øðrum flogfelagi uttan eykakostnað, skrivar Ruv.is. Hava flogmekanikarar og Icelandair ikki skrivað undir nýggja avtalu í seinasta lagi hósmorgunin klokkan seks, byrjar nýtt verkfall, sum er í óasetta tíð við øðrum orðum til tað eydnast pørtunum at semjast um nýggjan sáttmála. Millum tær 27 kunngerðirnar um løggildingar í heilsuverkinum, sum komu í gildi leygardagin, er ein um at løggilda læknar úr londum, sum ikki eru í ES ella EFTA. Nú er so lagaligari hjá sjúkrahúsunum at fáa læknar úr eitt nú Kanada, USA og India. Fyrr skuldu læknar úr londum uttan fyri ES ella EFTA, sum komu til Føroya at arbeiða, læra danskt ella fáa undirvísing í danskari heilsulóggávu. Nú kann læknin velja, um hann fer upp til føroyska ella danska málroynd og roynd í føroyskari ella danskari heilsulóggávu. Landssjúkrahúsið hevur upplýst fyri Heilsumálaráðnum, at av og á hava útlendskir læknar hildið tað vera ein trupulleika at skula taka royndir í donskum máli og viðurskiftum fyri at arbeiða í Føroyum. Løggildingarlógin fyri Heilsuverkið kom í gildi í fjør heyst. Sambært lógini fáa kiropraktorar, ergoterapeutar, fysioterapeutar, optikarar og heilsurøktarar løggilding. Tær 27 kunngerðirnar, sum við heimild í autorisa tiónslógini komu í gildi leygardagin, eru í høvuðsheitum um faklig krøv til heilsu starvsfólk, sum Ministeriet for Sundhed og Forebyggelse, Sundhedsstyrelsen ella Statens Seruminstitut varða av Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um, at Almannaverkið ikki gav klagaranum skrivliga útgreining av eini avgerð um endurgjald fyri mista inntøku vegna sjúkt barn. Eftir at umboðsmaðurin hevði sent Almannaverkinum klaguna til ummælis, og Almannaverkið hevði eftirkannað málið fyri aðru ferð, vísti tað seg, at klagarin hevði fingið útgoldið umleið 13.000 krónur ov lítið. Nú ber til at søkja um granskingarstuðul úr Fólkaskúlagrunninum. Grunnurin er sjálvsognargrunnur, ið skal veita granskingarstuðul til verkætlanir í námsfrøði innan fólkaskúlaøkið. Grunnurin skal serliga stuðla verkætlanum, sum kveikja og menna arbeiðið í føroyska fólkaskúlanum. Stýrið fyri grunnin hevur gjørt av, at tilsamans 89.000 krónur kunnu játtast sum granskingarstyrkur til gransking innan fólkaskúlaøkið. Í 2013 fiskaðu føroysk skip tilsamans 487 túsund tons á øllum leiðum. Tað eru 127 túsund tons meira enn í 2012, tá heildarveiðan varð 360 túsund tons. Samanborið við 2012 eru serliga nøgdirnar á sild, makreli og svartkjafti øktar, tilsamans um 145 túsund tons, meðan størsta minkingin var í veiðuni eftir upsa, um 10 túsund tons. Sjálvt um veiðan er økt munadi, so vantar nakað í at røkka nøgdunum metárini 2003 07, tá heildarveiðan var um 600 túsund tons árliga. Orsøkin til stóru nøgdirnar tey árini var einamest, at føroysk skip tá fiskaðu nógvan svartkjaft. Frá at hava fiskað í miðal oman fyri 300 túsund tons av svartkjafti árini 2003 07, hevur veiðan av svartkjafti seinastu fimm árini í miðal verið um 50 túsund tons. Í fjør fiskaðu føroysk skip 83 túsund tons av svartkjafti. Kvoturnar av svartkjafti eru aftur vaksandi, so væntast kann, at nøgdirnar av svartkjafti næstu árini verða væl størri. Størsti parturin av heildarveiðuni, 254 túsund tons, varð fiskaður í føroyskum øki, tað er føroyski landgrunnurin og Føroya banki. Harafturat verður nakað av veiðuni á Hatton Bank og í altjóða sjógvi í Irmingarhavinum roknað at verða veitt í føroyskum øki. Næst størsta fiskileið hjá føroyingum í 2013 var Eysturgrønland, Jan Mayen og Norskahavið, har góð 148 túsund tons vóru fiskað, harav góð 108 túsund tons var makrelur. Botnfiskasløgini telja áleið 20 prosent av heildarveiðuni, og størsti partur av nøgdini 32 túsund tons er toskur og góð 30 túsund tons upsi. Landsstýrismaðurin stevnir Dia Midjord, stjóra í Kringvarpi Føroya, Liljuni Weihe, tíðindaleidara, og Jan Lamhauge, journalisti í Kringvarpinum, umframt Sveini Tróndarsyni, tíðindamanni, ið hevur starvast á Portalinum. Tað er dekningurin av sonevnda tollmálinum, sum Jørgen Niclasen stevnir um. Samstundis hevur landsstýrismaðurin tikið avgerð um at taka aftur sína kæru til Fjølmiðlanevndina. Jørgen Niclasen sigur, at orsøkin er, at hann ikki heldur, at Fjølmiðlanevndin virkar sum hon skal, og tí landsstýrismaðurin ikki heldur, at Kringvarpið hevur virðing fyri nevndini. Jørgen Niclasen sigur í tíðindaskrivinum, at hann ikki fer at gera viðmerkingar til rættarmálið, so leingi málið liggur í Føroya rætti. Landsstýrismadurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, boðaði fyri løtu síðani frá, at hann nú hevur latið rættinum stevning móti Kringvarpi Føroya og Portalinum fyri ærumeiðing. Landsstýrismaðurin stevnir Dia Midjord, stjóra í Kringvarpi Føroya, Liljuni Weihe, tíðindaleiðara, og Jan Lamhauge, journalisti í Kringvarpinum, umframt Sveini Tróndarsyni, tíðindamanni. Samstundis hevur landsstýrismaðurin avgjørt at taka aftur kæruna til Fjølmiðlanevndina. Jørgen Niclasen sigur, at grundin er, at hann ikki heldur, at Fjølmiðlanevndin virkar, sum hon skal, og tí landsstýrismaðurin ikki heldur, at Kringvarpið hevur virðing fyri nevndini. Jørgen Niclasen sigur í tíðindaskrivinum, at hann fer ikki at gera viðmerkingar til rættarmálið, meðan málið liggur í Føroya rætti. Vit vita ov lítið um sjúkuna Myastenia Gravis í Føroyum, og tí er vandi fyri, at allir tilburðir ikki verða staðfestir og viðgjørdir. Sjúkan er sjáldsom. Frá 1986 til 2013 hava 12 fólk fingið staðfest hana í Føroyum. Hetta samsvarar væl við talið av tilburðum í Evropa, sum higartil hevur ligið um 6,5 fólk fyri hvørja millión. Nýggju kanningarnar vísa, at tilburðirnari eru tvær ella tríggjar ferðir fleiri enn higartil staðfest. Kanningarnar eru gjørdar í Noregi, London, Spania og Italia. Nógv bendir á, at lekin stavar frá báðum oljufeløgunum. Bæði stjórin í Magn og Effo siga, at eitt hol í importrørinum kann vera atvoldin til lekan. Sjey fólk, fimm embætisfólk og tveir politikarar, eru boðsend at svara spurningum frá Hans Gammeltoft Hansen, sum kannar tunnilsmálið fyri Landsstýrismálanevndina hjá løgtinginum. Tríggir dagar, mánadagurin, týsdagurin og mikudagurin, eru settir av til at spyrja embætisfólkini Sjúrð Rasmussen, Rúna Joensen, Ewald Kjølbro, Kaj Johannesen og Nellu Festirstein, og floksformenninar Høgna Hoydal og Aksel V. Johannesen. Hans Gammeltoft Hansen hevur tveir føroyskar advokatar afturat sær, Majken Johansen, sum býr og arbeiðir í Danmark, og Jens Wang í Havn. Jógvan Páll Lassen er hjásiti hjá Kára P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismanni, og Sigmund Poulsen hjá Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni. Tað segði Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentamálanevndini, tá Sóley Danielsen í dag handaði henni tær 327 undirskriftirnar, sum eru savnaðar til frama fyri hugskotið at nýta kommunuskúlan sum virknishús til listafólk. Ætlanin við verkætlanini, ið verður nevnd Listabumban, er at nýta kommunuskúlan í Havn sum arbeiðshøli til listafólk, konsertstað og onnur listatiltøk, til kommunan skal brúka bygningin til annað endamál. Eingin ætlan er løgd, um vit drepa grindina ella ikki. Avgerðin verður tikin, tá og um grind verður funnin, sigur Karl Johansen, sýslumaður í Norðoyggjum Vit hittu Jónleyg Djurhuus og Sigrun Helgu Magnussen beint eftir at tær høvdu verið til sína síðstu próvtøku á hesum sinni. Húgvan var júst komin á høvdið, og tað vóru tvær fegnar pisur, sum fyribils ikki ætla sær at lesa víðari. Eisini fingu vit orð á skúlastjóran, Helenu Dam á Neystabø, sum nú riggar til at gera síðstu røðuna í ár, og samstundis riggar til eitt nýtt skúlaár. Hon greiddi eisini frá útbúgvingarmøguleikunum á Føroya Handilsskúla úti í Marknagili. Marin Katrina Frýdal, býraðslimur í Havn, leggur nú Heðin Mortensen, borgarstjóra, undir at hava brotið lyftið um, hvussu nógv útbyggingin av Tórvølli skal kosta. Hon sigur, at býráðsins partur skuldi vera 35 milliónir krónur, men nú er neyðugt við 7,4 milliónum aftrat, tí uttanhýsis fíggingin, sum ætlanin var at fáa, fæst kortini ikki. Kostnaðurin verður nú tilsamans 85 milliónir krónur, og kommunan skal rinda helvtina. Trolarin Fram, sum partafelagið Jókin hevur keypt fyri Gullberg, ið sakk á fiskileið i fjør, liggur nú í Vestmanna og bíðar eftir at sleppa at fiska markrel og sild. Fram kemur inn fyri Gullberg, og hevur loyvini, sum Gullberg hevði í bólki 2 til botnfisk, so sum upsa, tosk og hýsu. Eigararnir vóna eisini at sleppa at fiska av felagskvotuni av makel og sild, sum teir gjørdu i fjør, men tað er ikki greitt enn. Partafelagið Jókin er eitt felag hjá millum annað Tummasi Christoffersen í Vestmanna og Mikkjali Hammer i Hvalba. Tí verða tað helst vestmenningar og hvalbingar, sum sleppa at arbeiða fiskin hjá Fram. Vestmenningar og hvalbingar hava samstarvað hesi seinastu árini. Húsavíkar kommuna leigar eini hús bíliga út til fólk, sum umhugsa at flyta. Tríggjar familjur hava búð í húsinum, og allar tríggjar hava bygt sær síni egnu hús í Húsavík Ráðið skal ikki longur húsast í hølunum hjá Landssjúkrahúsinum á Eirargarði, men flyta í Tinganes nærri politiska valdinum í tey hølini, har Innlendismálaráðið virkaði, áðrenn tað fór í søguna eftir tunnilsgøluna í fjør. Annika Olsen heldur ikki, at verandi høli hóska seg til eitt stjórnarráð, og hon leggur dent á, at hetta er hennara avgerð, og hon hongur ikki saman við eini størri umskipan av miðfyrisitingini Annika Olsen sigur, at hóast sjálv flytingin fer at kosta nakað, so sleppur ráðið undan at rinda nakað serligt í húsaleigu í Tinganesi, og tí verður millum annað ikki neyðugt við eykajáttan ella sparingum. Almannamálaráðið flytir í Tinganes næsta mánaði. Líkt er til, at meðan Føroyar og ES tingaðust um føroysku sildakvotuna herfyri, nýtti ES høvið til at boða frá, at ES ikki longur góðtekur, hvussu ein annar upsjóvarfiskur verður býttur millum strandarlondini. Felagið Nótaskip skrivaði á síni heimasíðu fríggjadagin, at ES hevur sagt upp verandi avtalu um býtið av svartkjaftakvotuni við kravi um størri part. Hetta er tó ikki alment váttað enn. Audun Mar k, stjóri í norska reiðarafelagnum, sigur við blaðið, at felagið hevur fingið ábendingar um, at ES fór at siga upp avtaluna um svartkjaftin. Hann væntar, at ES eisini fer burtur úr sildaavtaluni millum strandarlondini, og ES og Føroyar fara at standa saman í samráðingunum um bæði svartkjaft og sild. Sambært Fiskaren setti Maria Damanaki, ES fiskivinnukommisserur, seg í samband við Jacob Vestergaard, landsstýrismann, beint áðrenn, hann ætlaði at kunngera, at føroyska sildakvotan í 2014 bleiv 65.000 til 70.000 tons, 17 prosent sum í fjør. Samskiftið millum Mariu Damanaki og Jacob Vestergaard endaði við avtaluni um, at føroyska sildakvotan er 40.000 tons í ár , og ES boykottið móti Føroyum verður afturkallað. Alt bendir á, at tað verður meira enn torført at býta svartkjaftin í 2015. Tí Noreg heldur seg eisini hava ov lítið, sigur Audun Mar k. Og hann gevur Íslandi svartaper. Ísland fiskar ikki alla sína svartkjaftakvotu. Tí eiga Noreg, ES og Føroyar at fáa burtur av íslendska partinum, sigur Audun Mar k við Fiskaren. Almenna upplatingin verður klokkan hálvgum trý í dag, og tá verður skipað fyri móttøku. Høvi verður at síggja nýggju farstøðina og partar av nýggja tænastubygninginum. Opið er fyri almenninginum í dag frá klokkan hálvgum trý til hálvgum fimm. Morgunsendingin hjá okkum fer at senda beinleiðis úr nýggju farstøðini í Vágum seinni í morgun. Arbeiðið at gera syðra part er komið væl áleiðis. Umframt áskoðarapláss skal bygningurin hýsa skrivstovum, matstovu og undirvísingarhølum. Men fyri nøkrum døgum síðani gjørdist greitt, at prísurin verður hægri enn tað. 7,4 milliónir skulu finnast afturat. Øll útbyggingin kostar nú um 85 milliónir krónur, og kommunan skal rinda helvtina, tað vil siga 42,4 milliónir. Hina helvtina rindar Fótbóltssamband Føroya. Tað var fyri tveimum mánaðum síðani, at Tórshavnar býráð samtykti at gera nýggjan áskoðarapall til eystaru síðu eisini, og avgjørt varð at lata byggifelagið J amp K Petersen, sum hevði vunnið arbeiðið at gera syðra part, eisini at gera eystaru síðu uttan at arbeiðið varð boðið út. Verkætlanin verður boðin út í høvuðsarbeiðstøku og fevnir um 450 fermetrar av umbygging í verandi bygningum, og umleið 550 fermetrar av ný og útbygging. Í høvuðsheitum fevnir byggingin um umbygging, har verandi rúm verða lagað til nútíðar tørvin, meðan nýbyggingin fevnir millum annað um útbygging av inngongd og høll, nýggjari móttøku, nýggjum umsitingarbygningi og nýggjum framleiðslubygningi. Meðan danska, norska og skotska fiskivinnan finnast at avtaluni, sum Føroyar hava gjørt við ES, fegnast danski fiskaídnaðurin um, at handilsforðingarnar eru settar úr gildi. Stjórin í Sæby Fiskeindustri, Henrik Mikkelsen, sigur við danska blaðið Nordjyske, at útboðið á marknaðinum verður nú størri, og tað heldur prísvøkstrinum aftur. Hann sigur við blaðið, at tey hava ikki keypt stórvegis av sild og makreli úr Føroyum, men økta útboðið á marknaðinum verður ein fyrimunur. Tað sama sigur stjórin í Danish Seafood Association, Poul Meldgaard Jensen. Hann vísir á, at áhaldandi stríðið um uppsjóvarfiskin hevur havt við sær, at MSC góðkenningin var sett úr gildi, og tað hevur helst havt avleiðingar fyri samlaðu søluna. Tað sigur íslendski forsetin, Ólaf ur Ragn ar Gríms son, í dag, 17.juni, á 70 ára degnum hjá íslendska lýðveldinum. Ísland tók loysing frá Danmark 17. juni í 1944. Búskapurin var veikur, og neyðugt var at innflyta allar neyðsynjarvørur. Stríðini um fiskimarkið høvdu eisini stóra ávirkan á tjóðina. Ættarliðið, sum stovnaði lýðveldið, framdi eitt bragd, sum ikki hevur fingið nóg stóra tøkk frá tjóðini. Ólaf ur Ragn ar Gríms son sigur, at avgerandi er at hava í huga tað, sum fortíðin hevur lært okkum, áðrenn stórar avgerðir verða tiknar um uttanríkismál, avgerðir, sum kunnu fáa ávirkan langt út í framtíðina, kanska í øldir. Ráðiligt er ikki at elta rákini, sum broytast ár frá ári, sigur íslendski forsetin Hann sigur eisini við Morgunblaðið, at úrslitini, Ísland hevur nátt síðani 1944, eru so avgerandi og stór, at støðið undir framtíðini hjá íslendsku tjóðini er dyggari enn nakar tordi at vóna, tá lýðveldið varð stovnað fyri 70 árum síðani. Oljuvinnufelagið mælir til, at ráðleggingarnevnd verður sett at eftirmeta gongdina innan oljuvinnuna. Tað skrivar heimasíðan hjá Vinnuhúsinum. Í henni mælir felagið millum annað til, at ráðleggingarnevnd verður sett at eftirmeta gongdina innan oljuvinnu higartil, og nevndin skal eisini veita ráð um framtíðar menning og viðgera tær avbjóðingar, sum fylgja við, um olja verður funnin í rakstrarverdum nøgdum á føroyska landgrunninum. Í frágreiðingini verður sagt, at ráðleggingarnevndin nýtist ikki at kollvelta vælvirkandi kolvetnislógina og leistin, hon er skorin eftir. Hinvegin skal hon taka upp spurningin um, hvussu vit menna okkum uppaftur meiri á hesi leið, og samstundis kann hon viðgera spurningin um, hvussu henda luttøka í altjóða oljuvinnu kann skipast í samljóði við virksemi heima í Føroyum. Avbjóðingin er at skapa felags fyrimunir fyri eina oljuvinnu og fyri føroyska samfelagið. Marknaðarføra meiri Oljuvinnufelagið tekur undir við, at meira verður gjørt burturúr at marknaðarføra føroyska landgrunnin fyri oljufeløgum fyri at fremja áhugan fyri áhaldandi leiting eftir kolvetnum. Felagið heldur, at peningurin til marknaðarføring átti at verið settur av á fíggjarlógini, heldur enn at brúkt verður burturav pengum, sum oljufeløgini hava játtað til førleikamenning í Føroyum, skrivar Vinnuhúsið. Fyrsta vikan við Summartónum hevur verið. Sera væl eydna fyrsta vika Concerto Grotto, konsert við Gjógv og annars alt maskinaríi eru komin væl í gongd. Ikki heilt so nógv fólk vóru við harmonikutúrin hesaferð, kanska tí hann lá í so tíðliga í mun til undanfarnu árini. Men tónleikararnir vóru framúr, og fólkini øll glað og vælnøgd. Heimaftur til Føroya komu onnur ferðandi við. Millum annað enn eitt ferðalið frá Sea Shepherd, sum keyptu øll tey lítlu føroysku fløggini, og máttu eisini lána nál og tráð. Hóast túsundtals ferðafólk eru við ferðamannaskipum á hvørjum ári, vísa royndirnar, at tey leggja lítið eftir seg í handlum í høvuðsstaðnum. Væl ber til við fáum venjingum at fáa kroppin í frægari skap. Jana Eidesgaard Thomsen greiðir frá nøkrum grundleggjandi og einføldum venjingum, sum eru lættar at gera. Tað er ikki neyðugt at brúka vektir, tí tað ræður um at gera venjingina rætt, og so uttan tungar vektir bara gera venjingarnar fleiri ferð. Umboð fyri Sea Shepherd felagsskapin eru í Føroyum, og eru farin undir herferðina Grindstop 2014. Men skulu fólk, ið ætla sær at mótmæla, sleppa til Føroya, ella ber til hjá myndugleikum í einum demokratiskum samfelag at forða hesum 17. juni er dagurin nýggja farstøðin verður tikin í nýtslu. Ein long tilgongd er komin at enda. Bygningurin er bygdur til væl fleiri fólk enn gamli bygningurin. Og nógvar arbeiðspláss flyta í bygningin, eitt nú løgreglustøðin og postverkið flyta í bygningin. Vónin er at ferðafólkini fáa væl betri tænastu, og fara at trívast betri í vøkru istarliga prýddu hølunumm hjá Trónda Patursson. Bygningurin er liðugur, og alt riggar sum tað skal. Flogfarið í morgin fór sum ætlað kl. 8 15. Øll lønarkrøv eru góðkend og avgreidd, og nú verður gjørt klárt at flyta fólki pengarnar, sigur Eyðfinnur Jacobsen, bústjóri í trotabúnum. Trotabúgvið fekk okkurt um 500 lønarkrøv frá fólki, sum arbeiddu á teimum sjey fiskavirkjunum hjá Faroe Seafood. Talan er um uppsagnarløn. Eyðfinnur Jacobsen sigur, at trotabúgvið hevur nóg mikið av pengum til at øll fáa tað, sum tey eiga tí góðar. Men tað verður kortini uttan rentur fyri tað hálvt fjórða árið, sum er liðið, síðani Faroe Seafood fór av knóranum. Fundur um Faroe Seafood verður í Skiftirættinum tann 8.juli, og hann verður væntandi tann seinasti um trotabúgvið. Tá skulu stóru krøvini frá veðhavarunum, Eik Banka og trotbúnum eftir Kaupting, roynast. Eyðfinnur Jacobsen sigur, at bústjórarnir hava ikki avgjørt enn, um teir fara at mæla Skiftirættinum til at góðkenna krøvini ella vraka tey. Hesi krøvini hava ikki framíhjárætt. Verða tey góðkend, eru tey at meta sum vanlig krøv. Tá fáa tey tað, sum eftir verður í trotabúnum, so ella so nógv prosent av kravinum. Tollarar hava nú alt frá skrivstovum og fleiri kanningarrúm umframt hvílurúm og fundarrúm. Og fólk, sum skulu kannast meiri vera avgreidd á flogvøllinum, og vera ikki flutt aðra staðni. Tollfríða sølan hevur góðar kappingarførar prísar, og vóna at ferðafólki fara at velja at keypa í Føroyum, heldur enn at sleipa tungar posar við sær aðrastaðni frá. Samanlagt er flogvøllurin og komuhøllin eitt tað stórsta byggiarbeiðiðl í Føroya søgu. Eitt er, at nógv fólk skulu til, men tað hava eisini verið nógvir stovnar og myndugleikar, sum skulu spyrjast og takast við í alt arbeiðið. Og so at fáa samskipað alt og øll. Veiðutrýstið á tosk og hýsu á Landgrunninum er nær við langtíðar málið og fyri tosk er hetta fyrstu ferð síðani miðskeiðis í 1990 árunum. Men av ti at stovnarnir av toski og hýsu eru søguliga smáir, og mugu metast at vera í einari undantaksstøðu, er neyðugt við eini endurreisingarætlan. Bæði toska og hýsustovnurin á Landgrunninum eru í einum longum tíðarskeiði við vánaligari tilgongd, og hvørki stovnsmetingar, yngulkanningar ella ætikanningar benda á bata næsta fiskiár. Tilmælið frá Havstovuni er lagað til hesi døpru útlit. Hóast upsastovnurin er væl betri fyri enn toska og hýsustovnurin, so verður mælt til sama niðurskurð, tí at veiðutrýstið er ov høgt. Tað er ikki haldgott í longdini, sigur Havstovan. Bæði innandura og uttandura er hugsað um allar smálutir, útsjónd og hvussu bygjningurin tekur seg út í landslagnum, hvørja søgu flogferðslan hevur í Føroyum, og ikki minst, hvussu øll rúm og hølir kunnu gerast so prýðilig og arbeiðslig sum gjørligt. Bæði innandura og uttandura er hugsað um allar smálutir, útsjónd og hvussu bygjningurin tekur seg út í landslagnum, hvørja søgu flogferðslan hevur í Føroyum, og ikki minst, hvussu øll rúm og hølir kunnu gerast so prýðilig og arbeiðslig sum gjørligt. Henni dámar ikki um fólk koma at vitja hana tá fótbóltur er í útvarpinum, men um tey koma á gátt, so mugu tey tiga. Soleiðis segði ein smílandi Oddbjørg Elttør, ið er dóttir Emmu. Hon sigur at Messi er ein so fittur drongur, men nú í seinastuni hevur ikki gingist honum so væl heldur Emma. Hon legði afturat at nú mátti hann taka seg saman. Seinastu tíðina hevur orðadráttur tikið seg upp um, nær bummgjøldini í undirsjóvartunnlunum falla burtur er tað, tá lánini eru afturgoldin, ella er tað, tá bæði lán og innskot úr landskassanum tilsamans eru afturgoldin Landsstýrismaðurin í tunnilsmálum, Jørgen Niclasen, sigur nú, at bummgjaldið skal burtur, tá lánini eru afturrindað, tí almenna fatanin alla tíðina hevur verið, at innskotið úr landskassanum skal ikki rindast aftur. Í svari til fyrispurning frá Eivini Jacobsen, tingmanni, sigur landsstýrismaðurin, at Almenna fatanin hevur verið, at nýtslugjøldini einans skuldu fíggjað lánsgjøldini, og at tunnilin skuldi latast landinum, tá lánið úr Íleggingargrunninum var afturgoldið Jørgen Niclasen sigur í svarinum, at soleiðis sum lógin og viðmerkingarnar eru orðaðar, kann tvídráttur verða um tulkingina, nær tunnilin er útgoldin og kann avhendast landinum. Hann sigur, at hann ætlar sær í Løgtingið við nágreining av lógini, fyri at sláa fast, at einki bummgjald skal vera, eftir at lántøkan er afturgoldin, og tunnilin gerst ogn hjá landinum, soleiðis sum alla tíðina hevur verið almenna fatanin. Stjórin í tunnilsfeløgunnum, Uni Danielsen, hevur sagt alment, at Vágatunnilin og Norðoyartunnilin skjótt er afturgoldnir, men hann hevur lagt áherðslu á, at hetta IKKI merkir, at tað verður ókeypis at koyra í tunlunum. Ein av orsøkunum er, at ábøtur og røkt av tunlunum kosta millum 12 og 16 milliónir krónur árliga, og tí er neyðugt við einum bummgjaldi. Og so eru tað innskotini hjá landinum, sum koma afturat. Talan er um góðar 400 milliónur krónur. Men Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í tunnilsmálum, sigur, at landið hevur gjørt eina politiskt, moralska avtalu við brúkararnar av tunlunum, at tá lánini til tunlarnar eru útgoldin, skal tað verða ókeypis at koyra. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, hevur áður svarað frá Poul Michelsen, løgtingsmanni, at innskotini eisini skulu gjaldast aftur, áðrenn bummgjøldini hvørva. Í gjár var fyri fyrstu ferð ein phd verja í læknafrøði á landssjukrahúsinum. Jan Rasmussen, lækni,vardi sína ritgerð um CTD verkætlanina. Ritgerðin er úrslit av stóru fólkakanningini, sum var á landssjukrahúsinum frá 2009 til 2011, og grundalagið eru 26.000 føroyingar, sum lótu seg kanna fyri CTD. Annika Sølvará, stjóri á Granskingarráðnum, sigur, at henda ritgerðin er gott dømi um, at bert vit kunnu granska á hesum øki, tí nógvir tilburðir av CTD eru skrásettir í Føroyum, og granskingin hevur stóran týdning fyri sjúklingar, avvarðandi og heilsuverkið. Hóast tey øll eru politikarar, varð politikkur ikki tikin upp á tungu, tá Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, Helle Thorning Schmidt, forsætisráðharri, og Aleqa Hammond, forkvinna í grønlendska landsstýrinum, vóru útferð í Mykinesi og Tindhólmi í gjár. Fyrrapartin í dag er ríkisfundur í Tinganesi, og klokkan hálvgum 12 verður tíðindafundur, sum verður stroymaður beinleiðis á tinganes.fo Prísurin hevði verið nógv hægri, um Landsverk ikki var við í kappingini um asfaltið. Men kanska vil Vinnuhúsið, at tvær privatar fyritøkur uttan nakað sum helst eftirlit býta asfaltarbeiðini millum sín og avmarka kappingina, sum er í dag. Landsverk kann saktans bjóða upp á asfaltering, sum Landsverk bjóðar út. Mánadagin undraðist Vinnuhúsið á, at ein almennur stovnur sjálvur kann bjóða upp á arbeiði, sum stovnurin bjóðar út. Og ikki bara tað, men eisini geva sær sjálvum arbeiðið. Ewald Kjølbro sigur, at sum almennur stovnur er Landsverk undir strongum eftirliti. Eftirlit er við, hvussu Landsverk ber seg at í kappingarstøðum. Landsverk kappast á jøvnum føti við hinar veitararnar á marknaðinum. Landsverk hevur eitt lógarásett krav um ikki at reka kappingaravlagandi virksemi. Hetta krav er ikki sett privatum fyritøkum. Ewald Kjølbro sigur eisini, at aðra staðni er rættiliga vanligt á marknaðum við lítlari og ongari kapping, at tað almenna eisini bjóðar seg fram ella umsitur slíkar uppgávur fyri at tryggja, at prísirnir eru hóskandi. Eitt yvirlit hjá Landsverki vísir, at seinastu fýra árini hevur Landsverk fingið asfaltarbeiði fyri góðar 10 milliónir krónur og privatu fyritøkurnar fyri slakar 20 milliónir. Dagin fyri stóra framløgudagin hjá Atlantic Airways gjørdi eigari felagsins enn eina ferð vart við, at felagið eigur at lækka prísirnar. Í røðu sínari í gjár, tá nýggja farstøðin hjá Vága floghavn varð tikin í brúk, segði Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, at tað er ein greið væntan, at nýggju umstøðurnar hjá flúgving upp á Føroyar í seinasta enda skulu bera í sær bíligari flogferðir til føroyingar og føroyskar fyritøkur. Johan Dahl segði, at bíligari flogferðir hava nógv størri týdning enn tey flestu geva sær far um. Johan Dahl fekk seinnapartin mánadagin kunning um nýggju strategiina hjá føroyska flogfelagnum. Hann avdúkaði kortini einki um hana í røðu sínari seinnapartin í gjár, týsdagin, heldur ikki, um bíligari ferðaseðlar eru við í ætlanunum. Veðurlagsbroytingar eru á dagsskráni, nú fiskivinnuráðharrar og landsstýrismenn í londunum við Norðuratlantshav hava ráðstevnu í tríggjar dagar í Ilulissat í Grønlandi. Eg haldi, at vit hava brúk fyri at greina, hvussu veðurlagsbroytingar ávirka fiskastovnarnar, sigur grønlendski landsstýrismaðurin, Finn Karlsen. Hann tekur undir við føroyska landsstýrinum, sum hevur brúkt ávirkanina hjá veðrinum á makrelstovnin sum grundgeving fyri, at býtið millum londini skal broytast. Tað upplýsti Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu, í samrøðu við Rás 2 í gjár, eftir tað varð endaliga samtykt á fundi í Sunda býráð. Skúlin skal halda til á felagsskúlanum á Oyrarbakka. Sum er, ganga eldru næmingarnir í ymsu bygdunum í Sunda kommunu á Felagsskúlanum á Oyrabakka, og tey smærru børnini ganga í skúla í bygdunum, sum hoyra til kommuna. Men eftir summarfrítíðina í 2016 er ætlanin, at allir flokkar, frá 1. til 10 flokk, skulu vera undir somu lon á Oyrabakka. Vit halda, at hetta er tað rætta at gera. Og vit hava verið í bygdunum í kommununi og greitt frá ætlanunum, og vit hava fingið eina dygga undirtøku fyri at leggja skúlarnar saman, sigur Heðin Zachariasen. Í gjár fór flogfarið, eitt Fokker F100 hjá niðurlendska flogfelagnum Denim Air, so úr lborg við 15 ferðafólkum til Keypmannahavnar og haðani til Keflavíkar og Narsarsuaq. Men á veg aftur úr Grønlandi til Keypmannahavnar og lborg slapp flogfarið ikki úr Keflavík, tí eingin manning var til flogfarið. Verkfall í Íslandi var orsøkin til, at manningin ikki var komin til Íslands, sigur felagið. 11 ferðafólk eru við flogfarinum hjá Greenland Express á fyrstu ferðini úr Grønlandi til Danmarkar. Lítli eftirspurningurin ger, at felagið bara flýgur tríggjar dagar afturat í juni. Men frá 1.juli verður flogið hvønn dag, skrivar danska heimasíðan Check In. Seinastu árini er bert umleið ein helvt at fiskidøgunum brúkt, og ti er veiðitrýstið nú á langtíðarmálinum. Men stovnurin er so illa fyri, at Havstovan kortini mælir til at leggja óbrúktar dagar í fiskiárinum 2012 2013 hjá teimum bólkum, ið serliga veiða tosk og hýsu, til viks. Hetta svarar til, at fiskidagarnir verða skerdir 47 prosent. Tá stovnarnir eru komnir fyri seg, má støða takast til, hvussu nógvir fiskidagarkunnu takast inn aftur í skipanina. Í komuhøllini á flogvøllinum hevur verið ein kunningardiskur, men hann er ikki meir. Í staðin er Kunningarstovan í Vágum flutt úr Miðvági og á flogvøllin. Hetta eru jú høvuðsdyrnar inn og úr Føroyum, so tí er tað sjálvsagt at leggja Kunningastovuna her. Hon liggur væl fyri í komuhøllini, men enn manglar at hanga myndir upp, so Kunningarstovan sæst betur. Og eisini verður Kunningastovan opin nógv meir og longri enn fyrr, tí viðskiftafólkini eru bæði tey, sum koma við flogførunum til landið, men eisini føroyingar og onnur ferðandi, sum ætla sær í Vágarnar til tiltøk og útferðir. Seinasta Temaplátan í hesum umfari við Plátubarrini var I m Your Man, sum Leonard Cohen gav út í 1988. Ve rturin í Plátubarrini spælir øll løgini á útgávuni og hugleiðir um teir mangan torskildu tekstirnar hjá Cohen. Talaði málið, sum eitt nú suðringar, norðoyingar, vágafólk og havnafólk tosa, skal fáa frið. Allar dialektirnar og teirra málsligu fyribrigdi eru livandi og siga sína søgu um staðið. Hinvegin er fjølmiðlamál, og eisini málbrúkið hjá skúlalærarum, ikki bara hvat sum helst. Tað skal og má vera føroyskt. Tað skal røkjast og serliga fjølmiðlarnir skulu ganga undan. Fjølmiðlarnir hava so ótrúliga stóra ávirkan, heldur Sonne Smith. Nýggja partafelagið Baglhólmur í Vági hevur keypt trolararnar Vesturvarða og Vesturskin úr Sørvági. Hvør trolarin er keyptur fyri 12 milliónir krónur Higartil er eingin fiskidagur brúktur í hesum fiskiárinum sambært yvirlitinum hjá Vørn, so Pumin K og Jórun K hava 120 fiskidagar hvør til 1.september. Tað hevur ljóðað, at feløgini South Pelagic og Baglhólmur arbeiða við at keypa danska nótaskipið Asbjørn Senior, sum kom til Føroya úr Hirtshals 1.juni. At skriva eina søgu er tí, man ikki kann lata vera. Íblásturin kemur úr øllum sum sæst og hoyrist. Hugskotini og veruleikin renna saman, og verður til søguna. Ingun sigur frá hvaðani hugskotini komu, og hvussu bókin og søgan bleiv skrivað. 8.partur var tað fyrsta, sum hon skrivaði, og so kom alt so við og við. Ingun Christensen hevur eisini skrivað bøkurnar Garðvættrarinir gera uppreistur 2010 og Eiturkoppaprinsessan 2013 . Hetta eru ævintýr, sum minna um klassisku ævintýrini. Rani ein nýggj byrjan er um ein drong, sum fær ymiskt at stríðast við, tá foreldrini verða skild, og hann skal byrja av nýggjum í øðrum skúla í eini aðrari bygd. Alt bendir á, at ferðaseðlarnir við Atlantsfogi á rutuni millum Vágar og Keypmannahavn fara at lækka munandi, og samstundis verður Súluskipanin tikin av. Kringvarpið skilir, at ferðaseðilin á Keypmannahavnarleiðini fer at kosta 799 krónur hvønn vegin, um bílagt verður 60 samdøgur frammanundan. Tá eru øll avgjøld eisini óroknað. Nú verður bíligari at flúgva á rutuni millum Vágar og Keypmannahavn. 20 ferðaseðlar á hesi rutuni verða seldir fyri 799 krónur hvønn vegin, og tá eru øll avgjøld íroknað. Treytin fyri at fáa henda prísin er, at ferðaseðilin er bílagdur 60 samdøgur frammanundan. Seinastu árini hevur London verið partur av rutunetinum hjá Atlantsflogi, men nú verður í staðin flogið til Aberdeen í Skotlandi. Flúgvingin til Bergen og Reykjavík heldur fram. Barcelona er væl umtókt ferðamál hjá føroyingum, og rutan hagar verður eisini varðveitt, men Kringvarpið skilir, at Atlantsflog nú eisini fer at flúgva beinleiðis til Mallorca. Í hesi løtu kunngera Jens Holme, stjóri, og Niels Mortensen, nevndarformaður í Atlantsflogi, nýggju ætlanirnar fyri flogfelagið á tíðindafundi í Vágum. ES tiltøkini móti Føroyum, sum Danmark eisini var partur av, vórðu viðgjørd á fundinum millum stjórnarleiðararnar í Tinganesi fyrrapartin. Helle Thorning Schmidt, forsætisráðharri, sigur, at hon harmast tiltøkini. Tekur ein líknandi støða seg upp seinni, eiga partarnir at leggja størri dent á at loysa trupulleikan við samráðingum. Nýggja kósin hevur við sær bíligari ferðaseðlar. Kundar, sum keypa í góðari tíð, kunnu flúgva bíligari millum Føroyar og Danmark alt árið einans 799 krónur hvønn vegin. 20 bílig setur verða til taks á flestøllum fráferðum millum Vágar og Kastrup, Billund og lborg, og tað svarar til 35.000 bíligar ferðaseðlar um árið. Tað er ein treyt, at ferðaseðlarnir verða keyptir í seinasta lagi 60 dagar innan fráferð, og teir kunnu hvørki broytast ella endurrindast. Í heyst verður restin av nýggju ferðaseðlaskipanini sett í verk, sum hevur við sær tvey onnur sløg av ferðaseðlum TÍÐLIGA og ALTÍÐ, sum verða broytiligari enn 799 ferðaseðilin. Atlantic Airways vil við nýggju strategiini minka margfeldið í virkseminum, og felagið fer at hugsavna seg um at menna eitt regluligt og støðugt rutunet í Norðurlondum við Føroyum sum snúningsdepli og upphavsstaði. Altjóða ætlanirnar við eyka flogførum til leigutúrar uttan fyri Føroyar steðga, og Atlantic Airways kemur heim sum felagið málber seg í nýggju strategiini. Ein avleiðing av hesi nýggju kósini verður, at felagið fer at minka Airbus flotan úr trimum niður í tvey flogfør. Atlantic Airways fer at seta í verk eitt rutunet við regluligum og støðugum ferðasambondum millum Føroyar og Noreg, Ísland og Stórabretland. NORÐ, sum framtakið nevnist, skal stuðla upp undir vakstrar møguleikarnar hjá føroyskum vinnulívi, og tað skal eisini verða til gleði fyri føroyska fólkið og ferðafólk, sum ynskja at vitja Føroyar. Atlantic Airways ætlar á vári 2015 at leiga eitt minni flogfar serliga til hetta endamálið. Longu í heyst verður fyrsta stigið tikið í NORÐ, tá Atlantic Airways fer at flúgva til Noregs tvær ferðir um vikuna umframt føstu fráferðirnar, sum eru til Íslands. Vit flyta heimin tættari at Føroyum, tá vit siga altjóða leiguflúgvingini við eykaflogførum farvæl. Altjóða chartersatsingin hevur borið við sær, at felagið hevur mist pengar og brúkt ov nógva orku uttanlands sammett við ferðamál og tænastur, sum eru viðkomandi fyri føroyingar, staðfestir Niels Mortensen, nevndarformaður. Frameftir verður rutuflúgvingin raðfest fremst, og tann orka og tað pláss, sum leypir av rutuflúgvingini verður selt til leiguflúgving. Atlantic Airways fer framhaldandi at flúgva føroyingar til sól og summar. Summarið 2015 eru Barcelona og Mallorca í ferðaætlanini. Harumframt fáa føroyingar møguleikan at atkvøða um, hvørji SÓL ferðamál Atlantic Airways skal flúgva til nakrar ferðir um várið og heystið. Atlantic Airways fer at seta kundarnar í miðdepilin. Broytingar verða settar í verk, sum hava til endamáls, at felagið skal upplivast sum eitt meira opið, virkið og tænastusinnað rutufelag, sum lagar seg eftir tørvinum hjá kundanum og samfelagnum. Vit vilja vera nærri kundanum og leggja dent á eina góða kundauppliving, sum fevnir heilt frá bílegging av ferðaseðlum til eftir heimkomu. Tá talan er um vinnulívið, ynskja vit at fara í tættari samskifti um til dømis menningina av NORÐrutunum, sigur Jørgen Holme, stjóri. Øll menning í Atlantic Airways skal taka støði í nærøkinum. Felagið ynskir at verða ein virðismikil loftbrúgv til umheimin, sum hevur fleiri sambond við grannalondini og harvið restina av heiminum. Strategi 2018 slóðar fyri nýggjum tíðum í Atlantic Airways, sigur Jørgen Holme. Dagførda Vága Floghavn varð tikin í nýtslu í gjár, og í dag hevur Atlantsflog lagt fram eina skilagóða strategi. Saman peika hesi rætta vegin fyri føroyskar brúkarar. Tað sigur landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, nú Atlantsflog hevur almannakunngjørt framtíðarætlan og másetningar sínar í Strategi 2018 . Johan Dahl umboðar nú allan partapeningin í Atlantsflogi Yvirskipað sigur flogfelagið seg vilja gera tað bíligari, lættari og einfaldari hjá brúkarum at ferðast loftvegis úr og til Føroya. Fokus er á tí rætta, og tað er í tøkum tíma, at brúkarin kemur í fremstu røð. Tað hava mong saknað í mong ár. Nýggja leiðslan brúkar fyrst og fremst lyklaorðið bíligari , og júst tað hevur stóran týdning. Føroyski brúkarin vil hava bíligari flogferðir, og tað er eisini høvuðsprioriteturin hjá mær sum landsstýrismanni í samferðslumálum, sigur Johan Dahl. Flogfelagið gevur í dag eitt týðandi lyfti um, at tað verður bíligari, lættari og einfaldari at vera kundi. Hetta lyftið má Atlantsflog liva upp til, sigur landsstýrismaðurin í vinnumálum í tíðindaskrivi. Tá ið ferðafólkini koma til landið við ferðamannaskipunum, vilja tey hava upplivingar. Ein uppliving, sum er sera vælumtókt, er at vitja eitt vanligt føroyskt heim. HomeVisit kallast tað, ella heimavitjan. Í stuttum gongur tað út uppá, at eini 12 ferðafólk koma á vitjan hjá einari vanligari familju. Tey fáa kaffi og kaku og saman við húsfólkunum sleppa tey at hyggja at øllum húsinum. Magni skal taka ímóti einum 50 ferðamannaskipum í summar. Skipini koma til Havnar, Klaksvíkar og til Runavíkar, og yvir 50 túsund ferðandi, umframt manning, koma við hesum skipum í summar. Tað hevur verið nógv tosað um, at øll hesu ferðafólkini leggja onki eftir sær av pengum. Men Magni heldur, at tað kann gott verða, at tey ikki keypa so nógv. Men til hvørt skipið skulu fleiri bussar við ferðaleiðara brúkast og søvn og annað skulu hava opið. So eitt sindur liggur eftir, heldur Magni Mouritsen, stjóri í MB Tours. Hvør vinnur hesaferð Nú er tað fyri seinastu ferð hesir báðir fara at kapplyfta móti hvørjum øðrum. Men aðrir eru eisini, sum liggja framvið at bjóða av. Suni Merkistein sigur sína hugsan hvussu liðini eru fyri, og hvussu dystirnar fara at ganga. Og hvør av hesum munnu koma í finaluna, sum skal spælast 25.august. Frásøgnin byrjar í Lamba í 1616 og endar í Kaldbak í 1835. Tað mesta av tónleikinum í sendingini verður úr eini nótabók, ið funnin varð á loftinum í Pæsastovu í Havn í 1928. Bókina hevði Jens Christian Svabo, ið sjálvur var fiólleikari, skrivað. Vit hoyra eisini um lívið hjá hesum landsmanni okkara. Sendingin varð fyrstu ferð send 31. januar í 2000. Kári Sverrisson legði til rættis. 1.juli fer Eystari Landsrættur at fella dóm í tveimum sakarmálum um endurgjaldskrøv móti Eik Banka viðvíkjandi tryggu virðisbrøvunum, sum Kaupting seldi í Føroyum. Men tíggju fólk, stovnar og fyritøkur, sum mistu pengar av sonevndu tryggu virðisbrøvunum, sum Kaupting seldi, hava stevnt eftir millum 17 og 18 milliónir krónur fyri at bróta fyrningarfreistina, sigur Brandur Ellingsgaard, advokatur. Fleiri enn tey tíggju vendu sær til hansara, men nøkur avgjørdu ikki at stevna, sigur hann. Sólborg Dulavík skeyt dómin hjá Føroya rætti inn fyri Landsrættin, tí hon fekk ikki 288.000 krónur, sum hon heldur seg eiga til góðar hjá Eik Banka, sum yvirtók Kaupting Banka í 2007. Føroya rættur segði, at Eik heftir ikki fyri tryggu virðisbrøvini sum Kaupting seldi føroyingum. Og tí varð Sólborg Dulavík dømd at gjalda Eik Banka 33.000 krónur í sakarmálskostnaði. Men Føroya rættur segði, at Poul Michelsen skuldi hava 318.000 krónur í endurgjaldi umframt rentu. Tær fær hann, tí ein ráðgevi hjá Eik Banka í 2008 ikki ávaraði hann móti virðisbrøvunum í Lehmann Brothers, sum tá var farin at ridla. Tann 14.juli í 2008 mælti ráðgevin Poul Michelsen til ikki at sleppa sær við virðisbrøvini. Tveir mánaðir seinni fór Lehmann á heysin. Føroya rættur sigur, at ófullfíggjaða ráðgevingin, sum Poul Michelsen fekk frá Eik Banka, gjørdi, at hann misti sínar pengar. Og Eik heftir fyri sín ráðgeva og skal tí gjalda Poul Michelsen 318.000 krónur og 33.000 krónur í sakarkostnaði. Kaj Leo Holm Johannesen, Føroya løgmaður, Helle Thorning Schmidt, danskur forsætisráðharri, og Aleqa Hammond, landsstýrisforkvinna í Grønlandi, svaraðu spurningum frá fjølmiðlum. Tað hevur stóran týdning fyri íslendingar, at landið er sjálvstøðug tjóð, bæði í góðum og ringum tíðum, sigur Sif Gunnarsdóttir, stjóri í Norðurlandahúsinum. Eyðun Olsen, virkisleiðari sigur, at toskurin verður skorin til flak. Arbeitt hevur verið í tvær vikur, og um 25 fólk eru til arbeiðis. At tey eru farin at skera flak er nýtt hjá felagnum. Eitt felag keypti flakavirkið í Vestmanna frá Faroe Origin fyri trimum árum síðani, eftir at Faroe Origin yvirtøk ognirnar hjá Faroe Seafood, og ætlanin hevur alla tíðina verið at arbeiði aftur skuldi vera á virkinum í Vestmanna. Sjagaklettur var á Flemish Cap í vetur. Nakað av fiskinum varð umskipaður í Ný Foundlandi og sendur til Føroya í bingjum, meðan skipið hevði frysta fiskin frá seinasta túrinum við til Føroya. Talan er um eina roynd, og tíðin fer at vísa, um virkið fer at keypa meira fisk til virkingar, sigur Eyðun Olsen. Í Vestmanna er eitt lítið uppsjóvarvirki, og tað hoyrir saman við flakavirkinum. Síðani virksemið byrjaði fyri trimum árum síðani, hevur tað virkið tikið ímóti bæði makreli og sild, og tað er eisini ætlanin at gera í ár, sigur Eyðun Olsen. Sea Shepherd hava krisufund, og Paul Watson fær keðiligu boðini, um at hansara starvsfelagar úr Sea Shepherd vórðu sæddir í at stjala mat úr Norrønu og øl úr Nólsoy. Eg fari at spyrja Heina í Havn, um hann ikki hevur eina grindalykkju at bjóða mær, sigur Paul Watson, tá hann í svongd frættir, at hansara crew hevur blakað matin burtur og drukkið ølirnar. Hetta er gjørt úr einum broti úr týska filminum, Der Untergang 2004 . Brotið er nokk tað kendasta í filminum, har nógvar parodiir eru blivnar gjørdar við komiskum eftirgjørdum undirtekstum. Ein bólkur við embætisfólkum úr Føroyum, Danmark og Grønlandi skal greina og viðgera fyrimunirnar og vansarnar við at vera partur av felags europeiska fíggjareftirlitinum, sum ætlanin er at skipa. Tað var ein av niðurstøðunum á ríkisfundinum fyrrapartin millum løgmann, danska forsætisráðharran og grønlendska landsstýrisformannin. Gerst Danmark partur av felags evropeiska fíggjareftirlitinum, er tað týdningarmikið fyri bæði Føroyar og Grønland at finna eina loysn á eftirlitinum av føroysku og grønlendsku bankunum. Margrethe Vestager, búskapar og innanríkisráðharri, segði herfyri, at donsku bankarnir skulu ikki rinda fyri tvey eftirlit. Tí miðar hon eftir, at danska Fíggjareftiflitið heldur fram við sínum virksemi, og skal so leggja úrslitið fyri felags evropeiska fíggjareftirlitið til góðkenningar. Reyðæti er høvuðsføði hjá teimum stóru ferðandi stovnunum av sild og makreli. Hesi fiskasløgini koma í stórum tali í havøkið norðan fyri Føroyar um summarið fyri at eta reyðæti. Tað er reyðæti sum avger, hvussu stórir hesir stovnar av uppsjóvarfiski kunnu vera. Seinastu árini eru broytingar hendar í vistskipanini í havøkinum norðan fyri Føroyar. Størri nøgdir av uppsjóvarfiski ferðast til okkara leiðir og verða verandi í eitt longri tíðarskeið, samstundis sum nøring og nøgd av reyðæti eru broytt. Liviumstøðurnar hjá reyðæti eru tengdar at havfrøðiligum viðurskiftum og gróðrinum í sjónum, samstundis sum nøgdirnar av reyðæti eisini ávirkast av føðitrýsti frá fiskinum. Kunnleiki til hetta samanspælið millum umhvørvið, reyðætið og uppsjóvarfiskin er týdningarmikil fyri at kunna meta um framtíðarvánirnar hjá reyðæti og uppsjóvarfiski í føroyskum havøki. EB Streymur vann 2 0 á Víkingi við Margáir í kvøld, men tað var ikki nokk, tí Víkingur vann fyrra dystin 4 1, og fara teir tí víðari við samanløgdum 4 3 sigri. Málini hjá EB Streymi skeyt Hans Pauli Samuelsen. Tað fyrra kom tá 5.minuttir vóru farnir, og tað seinna kom tá 66.minuttir vóru farnir. HB er í finaluni fyri fyrstu ferð síðan 2007. Tá tapti HB fyri EB Streymi. Seinast HB vann steypakappingina var í 2004 3 1 á NSÍ . Partafelagið Vágatunnilin verður skuldarfrítt um hálvt triðja ár, eitt ár fyrr enn ætlað. Men felagið noyðist at fara aftur til lángevaran eftir pengum, sum eru goldnir ov tíðliga, so nýggjar íløgur og viðlíkahald kunnu gerast. Sambært láns avtaluni hjá felagnum skal seinasti avdráttur gjaldast 12.desember í 2017. Men tað verður gjørt longu í desember í 2016, hevur Fíggjarmálaráðið fingið at vita. Vágatunnilin hevur seinastu árini havt gott gjaldføri. Fyri at fáa sum mest í rentu fyri gjaldførið, hevur felagið sett tað inn á lánið og soleiðis spart nógva rentu av láninum frá Íleggingar grunninum. Hetta ger, at stóra lánið verður útgoldið nú í juni í ár. Men felagið hevur eisini stuttfreistaða skuld, sum er 11,4 milliónir krónur Við árslok 2016 verður Partafelagið Vágatunnilin skuldarfrítt. Men tá er kortini ikki leyst og liðugt. Orsøkin til góða gjaldførið er, at felagið hevur útsett ætlað viðlíkahald og íløgur so sum at asfaltera, skifta ljós og endurnýggja pumpur. Tí noyðist felagið at taka út aftur av láninum til at gjalda tað, sum felagið annars ikki hevur tøkt gjaldføri til, tí tað er farið til at gjalda lánið við. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, hevur biðið P f Vágatunnilin um eina ítøkiliga frágreiðing um nýggjar íløgur og viðlíkahald í Vágatunlinum. South Pelagic hevur eingi loyvi at fiska sild, makrel ella svartkjaft, men tað hevði Thor í fjør. Thor hevur tó ikki skip til at fiska uppsjóvarfisk. Tí keypti Thor í fjør Grunnabarð at brúka uppsjóvarloyvini hjá Thor. Av tí at Thor slapp at fiska sild og makrel í fjør, fær felagið í Hósvík ivaleyst loyvi aftur í ár. Men South Pelagic fær neyvan loyvi, tí Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur sagt, at nýggir aktørar sleppa ikki upp í part, tá loyvini at fiska sild og makrel í ár verða latin. Landsstýrismaðurin ger tá samstundis vart við, at kunngerðin um fiskiskapin í ár er ikki lýst enn. Kunngerðin skuldi latast Fiskivinnuráðnum til ummælis í hesari vikuni. Enn hevur landsstýrið ikki fingið váttan frá Mariu Damanaki, ES fiskivinnukommisseri, um, at hon góðtekur og staðfestir avtaluna um, at føroyska sildakvotan í ár er 40.000 tons, at ES strikar boykottið móti Føroyum, og at Føroyar taka aftur gerðarrættarmálini móti ES. Men í gjár var einki svar komið úr Brússel, sigur Gunnar Holm Jacobsen, deildarstjóri í Uttanríkistænastuni á Løgmansskrivstovuni. Tá handilsforðingarnar skulu takast av aftur, skal ES nevndin fyrst leggja tilmæli um tað fyri serligu nevndina, sum í fjør summar samtykti at seta forðingarnar í gildi. Útnorðurgrunnurin eigur virkið, men stjórin í grunninum, Sverri Hansen, vil ikki vátta, at virkið er selt. Borgarstjórin í Eiðis kommunu, Jógvan í Skorini, vil heldur ikki vátta, at virkið er selt, men sigur, at kanska er okkurt í umbúna. Grímur Hammer, formaður í Arbeiðsmannafelagnum á Eiði, sigur, at tey vita einki ítøkiligt um, at virkið nú verður selt, men vegna limir sínar sigur hann seg vóna, at virksemið aftur verður á fyrrverandi Norðís. Vit hava nakrar limir á Bátafiski á Eiði, men vit høvdu enn fleiri á Norðís. Vit hava eisini nakrar limir, sum eru arbeiðsleysir, og tí vóna vit, at virksemið skjótt verður aftur á fiskavirkinum, sigur Grímur Hammer við in.fo. Ein partur av strategiini hjá Atlantsflogi er at knýta tættari samband við grannalondini. London verður slept, og i staðin verður flogið til Aberdeen í Skotlandi. Flúgvingin til Bergen og Reykjavíkar Keflavíkar heldur fram. Á felags kirkjuráðsfundi í gjárkvøldið innstillaðu kirkjuráðini í Suðurstreymoyar norðara prestagjaldi Theodor Eli Dam Olsen til kallið sum sóknarprestur. Prestagjaldið er nýtt, tað verður skipað 1.september. Í nýggja prestagjaldinum eru tvær kirkjusóknir og tvær kirkjur, Hoyvík og Kaldbak. Har búgva 4.300 fólk. Eystari landsrættur hevur linkað revsingina, sum ein 49 ára gomul donsk kvinna fekk í fjør, fyri at rýma frá Minnu Dahl Michelsen, sum sat føst í mýrulendi. Rætturin í Nykøbing Falster dømdi kvinnuna at sita í hálvt annað ár, men Eystari landsrættur hevur lækkað revsingina niður í eitt ár, skrivar TV2 Øst á síni heimasíðu. Tað var í juli í fjør, at 49 ára gamla kvinnan beyð Minnu Dahl Michelsen heim til sín í Fuglasang á Lollandi. Tær fóru ein umveg, sum var skjótari. Har var kyksendi, og Minna Dahl Michelsen bleiv føst. 49 ára gamla kvinnan skuldi fara eftir hjálp, men hon kom ongantíð aftur, tí hon hitti fólk á vegnum. Fimm dagar seinni, eftir at løgreglan hevði tosað við 49 ára gomlu kvinnuna, varð Minna Dahl Michelsen funnin deyð. Kvinnan varð ákærd fyri at verða rýmd frá fólki í neyð, og varð dømd at sita í hálvt annað ár. Summastaðni kemur politiska leiðslan við útmeldingum, áðrenn skúlin og lærararnir eru kunnaðir um, at broytingar eru á veg, sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum, við Skúlablaðið. Politisku útmeldingarnar eru ymiskar í somu kommunu. Tað veldst um, hvønn tú spyrt. Fólk fara at hugsa, um tey skulu søkja sær starv aðrastaðni, sigur Herálvur Jacobsen. Men tað verður ein av høvuðsavbjóðingunum hjá Lærarafelagnum í framtíðini at ávirka tilgongdina, so loysnirnar eru virðiligar fyri lærarar og skúlaleiðslur, sigur Herálvur Jacobsen við Skúlablaðið. Tað er gott við bíligum ferðaseðlum og meira støðufesti á rutunum, halda bæði Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, og Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága floghavn. Føroyingar vilja hava summar, sól og hav, og tað fáa teir meira á Mallorka enn í Milano, sigur Jørgen Holme, stjóri í Atlantsflogi. Í kvøld skal føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti spæla ímóti Svøríki. Dysturin byrjar klokkan 18.00, og útvarpið hevur beinleiðis frásøgn, tá tíðindini eru liðug. Eg ivist ikki í, at eg fái nógv at gera. Í Svøríki var eitt øgiligt trýst á okkum allan dystin. Tær høvdu nógvar kjansir, men tað ræður um hjá okkum at standa rætt. Eg haldi, at tær vóru nokk so diggutar seinast, og eg vænti, at tær verða meiri beinleiðis í sínum spæli hesaferð, sigur føroyski málverjin, Randi S. Wardum við fsf.fo. Tá avgjørt varð, at landið aftur skuldi verða einasti partaeigari í Atlantic Airways, varð eisini avgjørt, at felagið ikki longur skuldi vera skrásett. Tiltakið hevur ein stóran tónleikapall, básar og búðir, umframt eisini undirhald til børnini. Í mun til festivalarnar er hetta ein dagur, og ikki fleiri dagar. Lýsingin, sum sýnir føroyingin, ið er størsti fjeppari hjá Uruguay, hevur gjørt Ivan Eginsson Eysturland til eitt kent navn har, og eisini eru Føroyar vorðnar kendar av henni. Í hesum døgum er Ivan Eginsson Eysturland í Brasil og fylgir við HM endaspælinum. Í Sandoyar prestagjaldi skal nýggjur prestur setast í starvið hjá verandi presti, Jákup Reinert Hansen, sum 1. september tekur við sum nýggjur lektari í kirkjusøgu á Fróðskaparsetri Føroya. Jógvan Fríðriksson sigur við Sandportal.fo, at søkt verður eftir nýggjum presti um mánaðarskiftið, og at miðað verður eftir, at hann er settur í embætið fyri jól. Klaksvíkar Kommuna fer nú undir at byggja ein 4 sporaðan og væl útgjørdan skúla, sum skal lúka øll nútímans krøv. Samstundis hækkar skatturin eitt hálvt prosent, sum burturav fer til skúlabyggingina. Arbeiðsbólkurin, sum býráðið setti at gera tilmæli um bygging av nýggjum skúla í Klaksvík, er liðugur við fyrsta part av sínum arbeiði, og málið verður nú lagt fyri avvarðandi nevndir og býráðið til støðutakan. Vit fara at fáa ein framúr góðan skúla við skúlastovum, sum vera 60 fermetrar, við stórari matarhøll, og har hølir til Serskúlan eisini verða bygd sum partur av 1. byggistigi, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri. Hann sigur, at býráðsmeirilutin hevur sett sær fyri, at skúlin skal raðfestast fremst í kommununi, og tí er stór orka løgd í at fyrireika byggingina. Fyrsta byggistig, sum fer í gongd í næstum, verður mett at kosta umleið 100 milliónir krónur, og verður liðugt í 2018. Hetta byggistigið fevnir um Heimaøki, 1. 9. flokk, serskúla, felagshøll við tænastu depli og matarhøll, og útiøki skúlagarð v.m. Eitt øki, sum Klaksvíkar kommuna seinastu árini hevur lagt orku í at menna, eru tilboðini og tænasturnar til tey, sum hava serligar avbjóðingar. Ein týðandi partur av hesum er Serskúlin, ið vit vilja raðfesta sum ein inkluderaðan part av skúlanum í Klaksvík, og tí hava vit tey hølini við í fyrsta byggistigi, sigur Jógvan Skorheim. Skúlagarðurin og økini kring skúlan eru ikki nøktandi, og tí er ætlanin at fara undir part av skúlagarðinum longu í ár, sigur borgarstjórin. Fyri at karmarnir ikki skulu verða ov treingir, hevur Klaksvíkar kommuna avgjørt at byggja skúla við fýra sporum. Vit vilja gjalda skuld niður, og tí hækkar kommunuskatturin eitt hálvt prosent, sum burturav fer til skúlabyggingina. Á tann hátt ber til bæði at gjalda nýggja skúlan og gjalda skuld niður, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík. Men fjasa og stuttleika sær, tað gera flestallir teir føroysku honbóltsspælararnir, sum Flemming Oliver Jensen kennir til frá sínum arbeiðum í Danmark. Flemming Oliver Jensen greiðir frá hvussu tað bar so á, at hann kom til Føroyar at standa á odda fyri alltari talent venjingini hjá Hondbóltssambandinum. Besta rentan fæst við at gjalda lánið skjótari enn ætlað. Tí setur P f Vágatunnilin ikki pengarnar, sum leypa av, á bók ella í virðisbrøv. Politikararnir hava havt ávirkan á nýggju strategiina hjá Atlantsflogi. Ynskini hjá teimum um bíligari flogferðaseðlar eru gingin á møti. Hetta kann lata seg gera, nú Atlantsflog er alment, og ikki longur er á partabrævamarknaðinum, sigur nevndarformaðurin, Niels Mortensen. Karva kryddurtirnar smátt. Píska omulettuna saman. Tú kanst avgera tjúgdina við vætuni. Deiggið má ikki vera ov tunt. Lat deiggið hvíla í 10 min. Ímeðan gert tú fylluna tilreiðar. Steik hana síðan á báðum síðunum í lágum hita. Tá omulettin er liðug, skalt tú køla hana eitt sindur av. Smyr síðan eitt lag av pesto nýtist ikki og luta salat, tomatir og avokadoflísarnar inn í saman við laksinum. Egg, dadlur og olivinolja verða koyrd í eina hvirlu. Restin av tilfarinum verður rørt í, og alt verður koyrt í ein smurdan form. Baka í 35 min. í 180 hitastigum í vanligum ovni, og í 170 hitastigum í ovni við luft. Stoyt vatnið av cashewnøtunum og blenda alt tilfarið, til tú kanst smyrja. Smyr sitróntoppin oman á kakurnar og pynta við nýrivnari gularót. Fer Helle Thorning Schmidt, forsætisráðharri, í leiðarastarv í ES, verður Mette Frederiksen forsætisráðharri. Hon er í løtuni arbeiðsmálaráðharri Hann sigur, at sosialdemokratiski flokkurin hevur longu lagt ætlan fyri, hvat skal henda, um Helle Thorning Schmidt fer til Brússel. Í dag hittir Helle Thorning Schmidt týska samveldiskanslaran, Angelu Merkel. Hesin fundurin hevur aftur fingið ferð á gitingarnar um, at Thorning er á veg í eitt leiðarastarv í ES. Tað fer at taka rúma tíð hjá Landsstýrismálanevndini at fáa greiði á kæruni frá andstøðuni um, hvussu Johan Dahl, landsstýrismaður, umsat Strandfaraskip Landsins í fjør. Tað var fyrst í mai, at allir fýra andstøðuflokkarnir kærdu um fyrisitingina hjá Johan Dahl, landsstýrismanni, av Strandfaraskipum Landsins í fjør. Flokkarnir vísa til frágreiðingina og viðmerkingarnar hjá Løgtingsgrannskoðarunum, við tilhoyrandi skjølum, sum vórðu sendar Løgtinginum. Løgtingsgrannskoðararnir siga millum annað, at tað als ikki er nøktandi, at roknskaparviðurskiftini hjá Strandfaraskipum Landsins hava verið ógreið og ikki nøktandi. Løgtingsgrannskoðararnir átala hvassliga, at landsstýrismaðurin ikki kunnaði Løgtingið ellabað Løgtingið um eykajáttan, hóast hann var vitandi um, at játtanin til stovnin ikki fór at halda. Løgtingsgrannskoðararnir átala eisini hvassliga, at Vinnumálaráðið ikki gjørdi meira fyri a tfáa viðurskiftini í rættlag, tá ráðið í oktober 2013 sigur seg ikki hava álit á tølunum frá Strandfaraskipum Landsins, og at ráðið hóast tað góðkennir greinaroknskapirnar uttan viðmerkingar. Løgtingsgrannskoðararnir halda tað als ikki vera nøktandi, at samskiftið millum Strandferðsluna og Vinnumálaráðið landsstýrismannin tykist óskipað, ógreitt og skiftandi. Løgtingsgrannskoðararnir halda heldur ikki, at játtanar og fíggjarviðurskiftini hjá Strandfaraskipum Landsins eru handfarin nøktandi, hvørki av stovnsleiðsluni, ella av aðalstýrinum og landsstýrismanninum. Tí vilja andstøðuflokkarnir hava Landsstýrismálanevndina at kanna, um landsstýrismaðurin hevur fyrisitið á lógligan hátt, um hann hevur hildið stýrisskipanarlógina, um hann hevur hildið lóg um landsins játtanarskipan, um hann hevur hildið lóg um ábyrgd landsstýrisins, og um hann hevur røkt tær skyldur sum áliggja honum sambært lógum og reglum í fyrisitingini av málinum. Landsstýrismálanevndin hevur fingið tilfarið frá Strandferðsluni, sigur Sirið Stenberg, forkvinna í nevndini. Nevndin hevur ikki sæð tey skjølini, men tey fylla tríggjar mappur, sigur Sirið Stenberg. Tá tilfarið frá Vinnumálaráðnum og landsstýrismanninum eru komin, fer nevndina at tosa um tey. Men talan er um nógv skjøl, so tað fer at taka drúgva tíð at viðgera málið. Tá Landsstýrismálanevndin hevur gjøgnumgingið skjølini frá Strandferðsluni, Vinnummálaráðnum og landsstýrismanninum, skulu kærararnir gera viðmerkingar til tilfarið, so talan er stórt drúgvt arbeiði, sigur Sirið Stenberg, forkvinna í Landsstýrismálanevndini. Kl 18.00 skal Randi Wardum saman við sínum liðfeløgum spæla ein harðan dyst í móti nummar eitt í bólkinum, sum er Svøríki. Vónirnar eru so sum so, men tað er týdningarmikið at vit kunnu vera stoltar av okkum sjálvum eftir dystin, sigur Randi Wardum. Tað kann enda við, at nevndin fer at kanna eftirlitið hjá Skráseting Føroya við Eik grunninum sum dømi, sigur formaðurin í grein 19 nevndini, Joen Magnus Rasmussen, løgtingsmaður. Nevndin hevði fund fyrrapartin. Johan Dahl, landsstýrismaður, sum átti uppskotið til samtyktar um at kanna Eik grunnin og eftirlitið við grunninum, fekk fundarboð. Oksarnir skíta á bøin, flugurnar víggja í lortin og tá ið ormverurnar koma, pikkar hønurnar tær, og harvið verður tøð spreitt runt á trøðni. Og tað hjálpti, tí eina góða løtu seinni, vóru oksarnir í vogninum og á veg til Kirkjubøar, har teir skulu ganga í haganum næstu tvey árini, áðrenn teir verða slaktaðir. Nýggja ætlanin var væl móttikin av ferðavinnuni og politiska mynduleikanum. Eisini nevndarformaðurin í Altantsflogi Niels Mortensen er væl nøgdur. Men øll hava møguleika fyri at keypa teir bíligu ferðaseðlarnar, um tey bíleggja í góðari tíð, sigur Jørgen Holme, stjóri í Atlantsflogi. Hann vil tó ikki enn út við, hvat teir vanligu flogferðaseðlarnir hjá felagnum fara at kosta. Tað verður ikki greitt fyrr enn í heyst, sigur hann. Nýggja kósin hjá Altantsflogi hevur millum annað við sær, at farleiðin til London verður niðurløgd. Farleiðin ber seg ikki, og tað lønir tað seg ikki at halda fram við farleiðini. Atlantsflog fer í staðin fyri at flúgva til Aberdeen. Nær verður ókeypis at koyra gjøgnum undirsjóvartunlarnar Tá lánini eru afturgoldin ella tá bæði lánveitarin og landskassin hava fingið sítt Tann spurningin vil Jørgen Niclasen hava vissu fyri, og tí ætlar hann sær í Løgtingið at fáa endaliga staðfest, at einki bummgjald skal vera, tá lánini í Vágatunnlinum eru afturgoldin. Tað skrivar landsstýrismaðurin í svari til Eivin Jacobsen, løgtingsmann. Soleiðis, sum lógin um Vágatunnilin er orðað, kann tvídráttur verða um, nær tunnilin er útgoldin og kann avhendast landinum, sigur Jørgen Niclasen. Almenna fatanin hevur verið, at tunnilsgjøldini einans skuldu fíggja lánsgjøldini, og at tunnilin skuldi latast landinum, tá lánini vóru goldin, sigur landsstýrismaðurin. Hin fatanin er, at almenna íløgan, sum eru teir pengar, landið setti í Vágatunnilin, eisini skulu krevjast inn og gjaldast landinum, áðrenn bummgjaldið verður strikað. Hetta ivamálið er orsøkin til, at Jørgen Niclasen ætlar sær at spyrja Løgtingið, nær tað skal vera ókeypis at koyra í Vágatunnlinum. Týsdagin vóru ríkisleiðararnir í Mykinesi og á Tindhólmi og eingin politikkur var tá á skránni, men fyrradagin var ríkisfundurin. Fundurin kom av góðum grundum mest til at snúgva seg um handilsbannið, sum fyri kortum var avblást, men sum hevur kostað diplomatiskt. Men meðan Helle Thorning Schmidt og Kaj leo Holm Johannesen nýttu høvi á ríkisfundinum til at sleikja sárini, sá Aleqa Hammond høvi til at siga, at Grønland ikki einans vil vera við í ríkisfelagsskapinum. Grønland vil eisini vera strandarland. Grønland er ikki strandarland, men Aleqa Hammond vil gjarna við í fína selskapi, har uppsjóvarrikidømi í Norðuratlanshavi verður býtt. Spania fekk í gjár nýggjan kong tá kongssonurin, Felipe, tók við eftir pápa sín, Juan Carlos, sum í 38 ár hevur verið kongur av Spania. Við fjølmiðlar segði Juan Carlos, at nú mugu yngri fólk taka við, tey sum hava áræði og vilja, sum krevst fyri at klára avbjóðingarnar. Og meginparturin av spaniólum ivast í framtíðini hjá spanska kongshúsinum. Ein meiningakanning hjá centrum vinstrasinnaða blaðnum, El Pais, vísur, at 62 prosent av spaniólum taka undir við at skipast skal fyri fólkaatkvøðu um framtíðina hjá kongshúsinum. Spanski forsætisráðharrin, Mariano Rajoy, vísur tó aftur kravinum um fólkaatkvøðu. Stjórnarflokkurin og meginparturin av andstøðuni stuðla kongshúsinum. Verkætlanin hevur ligið hjá Deildini fyri Arbeiðs og almannaheilsu, men nú verður arbeitt við at flyta verkætlanina til Ílegusavnið at umsita. Leiðarin fyri Deildini fyri Arbeiðs og Almannaheilsu, Pál Weihe, og stjórin á Ílegusavninum, Guðrið Andorsdóttir, hava arbeitt við nýggja leistinum, eftir at Heilsumálaráðið fyrr í ár steðgaði Fargen verkætlanini og somuleiðis fastfrysti tær 400.000 krónurnar, sum eru játtaðar á fíggjarlógini. Tað hendi, eftir at ein arbeiðsbólkur millum annað kom fram til, at Fargen verkætlanin í verandi líki er í stríð við galdandi lóggávu. Ætlanin er, at Pál Weihe skal halda fram sum vísindaligur leiðari fyri Fargen, sum fer at liggja undir Ílegusavninum, ið eisini fær tær fastfrystu 400.000 krónurnar at umsita. 25 fólk hava verið til arbeiðis á flakavirkinum í Vestmanna síðani virkið lat upp seinast í mai, og her hevur verið arbeiði hvønn dag síðani tá. Toskurin verður skorin flak, og hetta er fiskur, sum virkið hevur keypt frá frystitrolaranum Sjagakletti, sum var á Flemish Cap í vetur. Eitt felag í Vestmanna keypti flakavirkið fyri nøkrum árum síðani og síðani hevur verið arbeitt við at fáa virkið í gongd aftur. Í fjør arbeiddu tey sild og makrel her og tað ætlanin er eisini at taka ímóti tí seinni í summar. Eg skal royna formin og veruliga arbeiða hart frá byrjan. Hetta er ein alt ella einki taktikkur , men skal eg menna meg, so má eg tora at satsa, skrivar Guðmundur Joensen á Facebook. Mikudagin boðaði Atlantsflog frá nýggjari ferðaseðlaskipan, sum millum annað hevur við sær, at tey fara at selja 20 flogferðaseðlar á at kalla hvørjum túri á Danmarkarrutuni fyri 799 krónur stykkið. Atlantsflog vil ikki enn út við, hvat teir vanligu flogferðaseðlarnir hjá felagnum fara at kosta. Restin av ferðaseðlaskipanini verður klárt til heystar. Jørgen Holme kann ikki siga,um hinir ferðaseðlarnir verða dýrari enn frammanundan. Laksalúsin hevur elvt alivinnuni trupulleikar seinastu árini. Atli Gregersen væntar, at tað fer at hava munagóðar ábøtur við sær, at smoltið verður á landi í longri tíð. Høvuðsendamálið við at ala stórt smolt er at minka um vandan við laksalús. Ein annar fyrimunur er eisini, at laksurin kann slaktast fyrr enn vanligt. Hetta grundar Atli Gregersen á tær royndirnar, sum eru við stórum smolti á Sørvágsfirði og við Velbastað. Útbyggingin á smoltstøðini á Fútakletti hevur við sær 10 nýggj kør, sum eru væl størri enn tey, sum eru har nú. Av tí sama verður framleiðslan størri. Ætlanin er at seta smoltið út á firðirnar tvær ferðir um árið, sigur Atli Gregersen. Tær fyrstu hundrað vísurnar komu á prenti í 1591, og tað var skjótt, at tær vóru vanligar í Føroyum. Vit hoyra upptøkur úr Danmark, Svøríki og Føroyum. Sendingin varð fyrstu ferð send 14. februar í 2000. Greitt verður frá søguni hjá dansinum inni á europeiska meginlandinum og her á landi. Prátað verður við mann úr Funningi, sum fortelur um nakrar av sínum egnu upplivingum í sambandi við kvøðing og dans. Sendingin varð fyrstu ferð send 28. februar í 2000. Kári Sverrisson legði til rættis. Vit hoyra millum annað Vilhelm Magnussen úr Streymnesi syngja og greiða frá kingosangi í Tjørnuvík, haðani hann er ættaður. Vit hoyra eisini aðrar upptøkur úr Føroyum og úr Noregi. Sendingin varð fyrstu ferð send 13. mars í 2000. Kári Sverrisson legði til rættis. Vit hoya millum annað framhald av prátinum við Vilhelm Magnussen í Streymnesi. Jógvan Gerðalíð í Klaksvík greiðir frá nøkrum upptøkum, ið hann gjørdi við tjørnuvíkingum fyri hálvthundrað árum síðani. Ólavur Hátún sigur eisini frá eini vitjan norðari í Syðradali á Kalsoynni í 1962. Sendingin varð fyrstu ferð send 27. mars í 2000. Kári Sverrisson leggur til rættis. Tað var fyrst í mai at allir fýra andstøðuflokkarnir kærdu um fyrisitingina hjá Johan Dahl, landsstýrismanni av Strandfaraskipum Landsins í fjør. Flokkarnir vísa til frágreiðingina og viðmerkingarnar hjá Løgtingsgrannskoðarunum, við tilhoyrandi skjølum, sum vórðu sendar Løgtinginum 1. mai 2014. Løgtingsgrannskoðararnir siga millum annað, at tað als ikki er nøktandi, at roknskaparviðurskiftini hjá Strandfaraskipum Landsins hava verið ógreið og ikki nøktandi. Teir átala hvassliga, at landsstýrismaðurin ikki kunnaði Løgtingið ella bað Løgtingið um eykajáttan, hóast hann var vitandi um, at játtanin til stovnin ikki fór at halda. Løgtingsgrannskoðararnir átala eisini hvassliga, at Vinnumálaráðið ikki gjørdi meira fyri at fáa viðurskiftini í rættlag, tá ráðið í oktober 2013 sigur seg ikki hava álit á tølunum frá Strandfaraskipum Landsins, og at ráðið hóast tað, góðkennir greinaroknskapirnar uttan viðmerkingar. Løgtingsgrannskoðararnir halda tað als ikki vera nøktandi, at samskiftið millum Strandferðsluna og Vinnumálaráðið landsstýrismannin tykist óskipað, ógreitt og skiftandi. Grannskoðararnir halda heldur ikki, at játtanar og fíggjarviðurskiftini hjá Strandfaraskipum Landsins eru handfarin nøktandi, hvørki av stovnsleiðsluni, ella av aðalstýrinum og landsstýrismanninum. Tí vilja andstøðuflokkarnir hava Landsstýrismálanevndina at kanna, um landsstýrismaðurin hevur fyrisitið á lógligan hátt, um hann hevur hildið stýrisskipanarlógina, um hann hevur hildið lóg um landsins játtanarskipan, um hann hevur hildið lóg um ábyrgd landsstýrisins, og um hann hevur røkt tær skyldur sum áliggja honum sambært lógum og reglum í fyrisitingini av málinum. Vinnumálaráðið vildi hava longri tíð at svara Landsstýrismálanevndini, og longda freistin er úti í morgin. Landsstýrismálanevndin hevur fingið tilfarið frá Strandferðsluni, sigur Sirið Stenberg, forkvinna í nevndini. Nevndin hevur ikki sæð tey skjølini, men tey fylla tríggjar mappur, sigur Sirið Stenberg. Tá tilfarið frá Vinnumálaráðnum og landsstýrismanninum eru komin, fer nevndina at tosa um tey. Tá Landsstýrismálanevndin hevur gjøgnumgingið skjølini frá Strandferðsluni, Vinnummálaráðnum og landsstýrismanninum, skulu kærararnir gera viðmerkingar til tilfarið, so talan er stórt drúgvt arbeiði, sigur Sirið Stenberg, forkvinna í Landsstýrismálanevndini. Umframt føroysk skjaldur, hoyra vit norskar og afrikanskar sangir av sama slag. Vit hoyra eisini Lenu Dahl, ið er búsitandi á Toftum, siga frá um tað at halda skýming, um pátrúgv í sambandi við neytahald og annað, tá ið hon var smágenta á Oyri í 20 unum og 30 unum. Sendingin varð fyrstu ferð send 10. apríl í 2000. Kári Sverrisson legði til rættis. Wilhelmina Larsen úr Dali og onnur fara at greiða frá um hesi leiku, ið kunnu teljast millum tey mest primitivu ljóðførini, ið enn verða brúkt. Sendingin varð send fyrstu ferð 1. mai í 2000. Kári Sverrisson legði til rættis. Valbakkaskógurin er ein lítil heimur, sum onkur kanska vil siga, ikki er til, men sum í mangar mátar minnir um okkara egnu stóru verð. Og Klintrimús og Mortan og Bamsi og Mikkkjal og hini øll í skóginum eru ikki vanlig dýr, men hugflogið hevur lænt teimum nøkur eyðkenni bæði frá dýrum og fólki. Tey hava nøvn av djórum og nakað væl av útsjóndini við, men hava eisini klæði uttaná sær og ganga á tveimum beinum og búgva í húsum og minna eitt sindur um okkum menniskju í mongum av tí, tey gera og siga og hugsa. Í Valbakkaskóginum finnur tú eisini, eins og í okkara stóru verð, ein longsul eftir friði og tryggleika og virðing fyri hvørjum øðrum. Finnbogi Johannesen og Marius Rein tóku upp. Vit hoyra upptøkur úr Noregi, Svøríki, Danmark og Íslandi, sum kunnu geva okkum nakrar ábendingar um, hvussu hesin tónleikur hevur ljóðað, og vit hoyra Esmar Olsen, ið er ættaður av Húsum, greiða frá eini føroyska blaðpípu, hann hoyrdi sum smádrongur. Vit hoyra eisini um eitt forvitnisligt streingjaljóðføri, ið varð bygt í Skálavík, men sum fór av landinum fyri hálvtannað hundrað árum síðani. Sendingin varð send fyrstu ferð 15. mai í 2000. Kári Sverrisson legði til rættis. Vit hoyra brøðurnar Páll og Jónsvein Mikkelsen greiða frá um Tróndargrund í Norðragøtu, ið er higartil elsti funnið bústaður í Føroyum, og har fólk hevur búleikast síðani miðskeiðis í 7. øld. Breiða samstarvið, samstarvið millum allar flokkarnar í Tórshavnar býrað, helt uppat í nátt. Fyrst fekk ein býráðslimur hjá Tjóðveldi uppsøgn, og síðani søgdu hinir báðir upp. Søgdu Marin Katrinu Frýdal úr samgonguni Klokkan sjey minuttir í ellivu í gjárkvøldið kunngjørdi Heðin Mortensen, borgarstjóri, at býráðslimirnir hjá Javnaðarflokkinum, Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum boðaðu í gjár Marini Katrinu Frýdal í Tjóðveldi frá, at tey hava mist álitið á henni sum politiskur samstarvspartur. Klokkan níggju minuttir yvir hálvgum eitt í nátt kunngjørdi Jógvan Arge, varaborgarstjóri, so, at uppsøgn av einum av trimum býráðslimum Tjóðveldis er tað sama sum at siga øllum flokkinum upp. Jógvan Arge í Havn, Marin Katrina Frýdal í Hoyvík og Jákup Dam í Kollafirði eru tí farin úr samstarvinum millum allar 13 býráðslimirnar. Nú eru so ein meiriluti og ein minniluti í býráðnum. Í brævinum til Marina Katrinu Frýdal siga tey tíggju í Javnaðarflokkinum, Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum, at hon heldur enn at vísa samstarvsvilja, støðugt, og longu áðrenn, samstarvsavtalan varð undirskrivað, hevur roynt at leggja fót fyri tær góðu ætlanirnar, sum øll annars hava verið samd um at fremja. Hetta er farið at fylla ov nógv og órógvar áhaldandi annars góða samstarvið í býráðnum so nógv, at tey tíggju gjørdu av at siga samstarvið við Marina Katrinu Frýdal upp. Vit hoyra framhaldssøguna Leikur í talvi. Ragnheiður Gestsdóttir skrivaði og Lavirna Niclasen týddi til føroyskt. Birita Ludvíksdóttir lesur. Bókin viðgerð evnið happing og vinarlag. Høvuðspersónurin, Sóley, er ein gløgg og sjálvstøðug genta, sum býr í Reykjavík saman við mammu sínari. Hon dugir væl í skúlanum, men trívist ikki, tí at floksfelagarnir av óskiljandi orsøkum happa hana hetta sigur hon ikki fyri nøkrum. Tíbetur fær lívið aðra vend, tá ið ein nýggj genta, sum ikki er sum hini, fer at ganga í flokkinum. Leikur í talvi er ein innilig, spennandi og væl skrivað søga, sum hóskar til lesarar á øllum aldri. Bókin vann Íslendsku barnabókavirðislønina í 2000. Dómsnevndin segði millum annað Leikur í talvi er ein týðandi og fangandi søga, sum er skrivað við stórum innliti og kenslusemi. Frágreiðingin um fundin millum Løgmansskrivstovuna, Innlendismálaráðið, Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin og Fíggjarmálaráðið um Eysturoyartunnilin er eitt innanhýsis arbeiðsskjal. Tað sigur Løgtingsins umboðsmaður, sum hevur viðgjørt eina kæru frá einum journalisti í Kringvarpinum um, at Fíggjarmálaráðið noktar at geva innlit í fundarfrágreiðingini. Í fundarfrágreiðingini eru ikki upplýsingar um umstøður, sum eru av stórum týdningi fyri skjøl í málinum um Eysturoyartunnilin, sum innlit annars eigur at verða latið í, sigur Løgtingsins umboðsmaður. J amp K Petersen, Tórshavnar kommuna og Fótbóltssambandið undirskrivaðu í gjár sáttmálan um arbeiðið. Arbeiðið, sum ikki varð boðið út, byrjar alt fyri eitt og skal vera liðugt um eitt ár. Tá kunnu 2.700 fólk, afturat teimum 900 í sunnara borði, sita undir taki. Býráðið hevur játtað pening til arbeiðið Tórshavnar býráð samtykti mánadagin at gera partalagssáttmála við J amp K Petersen um at víðka verandi arbeiði á Tórsvølli. Og býráðið samtykti eisini á eyka býráðsfundinum mánadagin at játta 7,4 milliónir krónur afturat til Tórsvøll. Øll útbygingin á Tórsvølli kostar nú 85 milliónir krónur, og kommunan skal rinda helvtina, 42,4 milliónir. Hina helvtina rindar Fótbóltssambandið. Heðin Mortensen tók í gjár avgerð um at koyra Marin Katrinu Frýdal úr samgonguni í Tórshavnar Býráð, og avleiðingin var, at Tjóðveldi tók seg úr býráðssamstarvinum í Tórshavnar býráð. Marin Katrina Frýdal hevur fleiri ferðir gjørt vart við sína misnøgd um býráðsarbeiðið í Havn. Í mars í ár gjørdi hon vart við misnøgd sína um umraðfestingar á fíggjarætlanini, og tá mælti hon býráðslimum til at taka Heðin Mortensen av ræði. Hesa vikuna gjørdi hon vart við misnøgd sína í samband við arbeiðið at umvæla Tórsvøll. Sambært Marini Katrinu Frýdal, so hevur Heðin Mortensen dult ein meirkostna fyri býráðnum. Og tað fekk bikarið at flóta yvir hjá borgarstjóranum. Í skrivi í gjárkvøldið til Marina Katrinu Frýdal skriva Heðin Mortensen og hinir býráðslimirnir fyri Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin. Hetta er farið at fylla ov nógv og órógvar áhaldandi annars góða samstarvið í býráðnum so mikið nógv, at vit hava mist álitið á tær sum politiskur samstarvspartur, og tí við hesum siga samstarvið við teg upp frá dags degi Túrurin byrjar í Havnardali á økinum hjá Føroya Ríðingarfelag klokkan 19. Á veg norðureftir verður steðga á, at fáa sær ein bita. Og er veðrið gott, so nýtist ongum at skunda sær. Nakað eftir midnátt eru flestøll komin til Leynavatn. Har verður gist í antin tjaldi ella kampingvogni, seinnapartin leygardagin verður ríðikapping, og so verður farið heimaftur sunnudagin. Pláss verður fyri 140 rossum, tá økið hjá Føroya Ríðingarfelag er liðugt útbygt. Tætt hjá er økið hjá Íslandsfelagnum, og har eru umleið 70. So úti í Havnardali er nógv lív í, og tað bera árligu djóradagarnir eisini boð um. Tá vitja fleiri túsund fólk. Í ár vóru útivið 5.000, sum vitjaðu djóradagarnar. Tað heldur Jógvan Arge, varaborgarstjóri í Tórshavnar Býráð. Sjálvur heldur hann fram í sessinum, sum varaborgarstjóri, hóast hann nú, saman við hinum í Tjóðveldinum, hevur tikið seg úr samstarvinum. Í heyst bjóðaði Fróðskaparsetur Føroya saman við Kára á Rógvi professara í Løgfrøði út eina nýggja útbúgving. Talan er um eina tvey ára langa master í løgfrøði, sum er ein altjóða útbúgving við føroyskum atlitum. Lesturin er væl eydnaður sigur Kári á Rógvi, og nú ber til hjá fólki við eini bachelor útbúgving ella samsvarandi at søkja um upptøku til heyst 2014. Kári á Rógvi sigur at tørvur er á fólki við løgfrøðiligari útbúgving á arbeiðsmarknaðinum, og ein slík útbúgving kann fyri nógv vera ein stór hjálp. Breiða samstarvið, samstarvið millum allar flokkarnar í Tórshavnar býrað, helt uppat í nátt. Í gjárkvøldið kunngjørdi Heðin Mortensen, borgarstjóri, at býráðslimirnir, hava valt at koyra Marin Katrinu Frýdal, úr samgongusamstarvinum, tí tey siga seg hava mist álitið á henni sum politiskur samstarvspartur. Men Marin Katrina Frýdal heldur at Heðin Mortensen hugsar meira um populismu enn politik, og eftirlýsir eini greiðari kós. Skipini hjá klaksvíkingunum, sum hava søkt um loyvi frá Fiskimálaráðnum um at royna eftir makreli, hava nú ligið í næstan fýra vikur og bíðað eftir fiskiloyvum. Reiðari á Norðborg og Christiani í Grótinum, Kristian Martin Rasmussen sigur, at makrelur verður fiskaður í íslendskum sjógvi, grønlendskum sjógvi og í norskum sjógvi. Men vit sleppa ikki at fiska makrel í føroyskum sjógvi, hóast makrelur er, og tað er løgið, heldur reiðarin í Klaksvík. Reiðaríið hevur keyparar til makrel, sum fæst nú, hóast hann er rak. Hesa tíðina í fjør høvdu skipini longu gjørt ein túr. Kunngerðin um makrel og sildafiskiskapin í ár fer heldur ikki til ummælis hjá Fiskivinnuráðnum í hesari vikuni. Kunngerðin er so sein á veg í ár, tí Fiskimálaráðið avgjørdi at taka ES boykottið og trætuna um sildina við í viðgerðina. Og avgjørt varð eisini ikki at lata royndarloyvi fyrr enn nú. Nú søkir Havstovan eftir skipi at gera royndir eftir makreli frá 6. til 25.juli. Kvotan er 3.500 tons av makreli og 500 tons av norðhavssild. Stóri trupulleikin hjá smáplássunum er samferðslukervi. Og fólk við Gjógv hava í longri tíð ynskt at fáa berghol til bygdina. Tí hóast landfast og koyrandi, so verður vegurin ofta stongdur vegna veður. Í so máta er tað sum at búgva á útoyggj. Nógv fólk plaga at koma á stevnuna, og hjá smáplássunum ræður um at samstarva væl, tá so stórt tiltak er á skránni. Hetta gevur samanhald, og ár um ár duga oyggjarnar og bygdirnar betur og betur at skipa fyri. 2337 innlegg og ein hálv millión vitjandi bleiv tað til, tey fýra árini listabloggan hevur verið til. Men nú er seinasta innleggið skrivað fyri hesu ferð, tí Kinna Poulsen og Inger Smærup Sørensen, fara at brúka summarferiuna til at umhugsa listablogguna, tað skriva tær á blogguni, Listin. E ndurnýggjan hevur stóran týdning fyri okkum og aftan á fýra ár halda vit, at vit hava havt kvinnuvikur og listaverkfall, talleys ummæli, prik til politikarar, herðindi av forargilsi um heildarstøðið á mentanarlívinum, hugtikin útbrot um listina og yvirhøvur alt, mann kann ímynda sær vit hava bara ikki havt nakra teinkipausu , skrivar tær. Tær eru spentar um, hvat umráðingartíðin fer at hava við sær, og sig, at tær møguliga onkursvegna venda aftur. Inger Smærup Sørensen og Kinna Poulsen hava skriva innlegg um list, so at siga hvønn dag í fýra ár. Tað hevur verið stuttligt og avbjóðandi at skriva til blogguna , skriva tær, og tær halda, at bloggan hevur havt ein týdningarmiklan leiklut í mentanarlívinum og kjakinum um list í Føroyum Finnur Jensen fær vitjan av Korsie vanliga nevndur Rúni Korsgaard, sum er serfrøðingur og fjeppari av 60 ara tónleiki. Í skjáttuni hevur Korsie átta sangir við sær, sum hann vil spæla. Landsvegurin millum Valaknúkar og Gøtueiði hevur onga vegøksl. Vegøkslin er tað slætta øki fram við vegnum, uttan fyri sjálva akbreytina. Og tí hevur Landsverk síðani desember í fjør, arbeitt við at breiðka vegin og rætta hann upp, soleiðis at yvirhálingsmøguleikarnir gerast betri. Eisini verður veitin niðaneftir breiðkað. Hetta er fyrsta byggistigi í arbeiðnum at breiðka vegin, og verður also væntandi liðugt innan 1. juli, skrivar Landsverk á heimasíðu síni. Arbeiðið er mett at kosta 4,5 milliónir krónur. Higartil hevur tað ikki verið møguligt at skilja siljafisk frá rognafiski kallfiski frá kvennfisk , fyrr enn fiskurin er vaksin. Men við servitan sum ílegugranskarar, granskingarstovnar og alifyritøkur í øðrum londum hava bygt upp, hava Og hesin kanningarhátturin hevur stórar fíggjarligar fyrimunir fyri fyritøkuna, sigur Jonhard Eysturskarð, granskari á Fiskaaling. Tí hátturin ger, at Fiskaaling kann framleiða dupult so nógv rogn pr. ár enn teir gera í dag. Fiskaaling bert hevur áhuga í at framleiða rogn til alivinnuna, og hevur tískil bert brúk fyri rognafiskinum, og ikki siljafiskinum kallfiskinum . Tað, at tað nu ber til at skilja siljafisk frá rognafiskinum, meðan fiskurin enn er yngul ger, fer at lækka framleiðslukostnaðin av rognum. Tað gevur eisini Fiskaaling møguleika at økja nøgdina av rognafiski á lívfiskastøðini í Skopun og tískil eisini nøgdina av rognum. Tørvurin hjá føroysku alivinnuni er í løtuni umleið 20 milliónir rogn, men alivinnan veksur og tørvurin á rognum økist støðugt. Lívfiskastøðin hjá Fiskaaling í Skopun hevur seinastu tíðina havt umleið 4.000 lívfiskar gangandi 2.000 silja og 2.000 rognafiskar pr. árgang. Hetta svarar til eina framleiðslu á umleið 13 15 milliónir rogn pr. ár. Men við nýggju servitanini kann Fiskaaling framleiða eini 30 35 milliónir rogn pr. ár. Tað merkir, at Fiskaaling kann nøkta tørvin hjá føroysku alivinnuni og í framtíðini útflyta rogn. Evald Kjølbro, stjóri á Landsverki hevur havt fund við landsstýrisfólkini sum vara av málinum, men tað hevur ikki eyðnast útvarpinum, at fáa at vita, hvat úrslitið av fundinum var, tí Evald Kjølbro hevur ikki verið at hitt. Landsverk upplýsir, at grótið sum hevur lagt seg í innsiglingina lá uttanfyri pirin á Bergi, og varð flutt í nógva uppganginum. Økið í innsiglingini har grótið liggur, er merkt við eini boyu. MRCC hevur eisini fingið boð um grótið, og tað er eisini lýst í Efterretninger for søfarende . Landsverk kann ikki siga í løtuni, hvussu leingi tað fer at taka at taka grótið úr innsiglingini, og heldur ikki hvat tað fer at kosta at taka grótið upp, upplýsir Landsverk. 12. útoyggjastevnan verður við Gjógv í morgin. Allar stevnurnar frammanundan hava verið á útoyggj, og allar hava eydnast væl. Nú verður so roynt at hava útoyggjastevnuna í miðstaðarøkinum, og Gjógv er mestsum í somu støðu sum útoyggjarnar, tí bygdin minkar støðugt. Eins og útoyggjarnar er Gjógv væleydnað til stevnu, sigur Olga Biskopstøð, samskipari í Útoyggjafelagnum. Nógtv tiltøk eru á skránni við Gjógv í morgin, millum annað tónleikur, framsýningar, gongutúrur í bygdini og fólkafundur. Aðalfundurin hjá Útoyggjafelagnum er á stevnunum og hesuferð verður aðalfundurin við Gjógv. Tá talan er um samferðsluna, so hava gjáarfólk leingi havt ynski um ein tunnil, og tað verður uttan iva eitt av evnunum í morgin. Vegurin til Gjáar er smalur, og tí er ætlanin at skipa busssamband til bygdina, fyri at sleppa undan ov nógvum privatbilum. Tað eru aðrar bygdir í útjaðaranum sum fegnar vilja skipa fyri útoyggjastevnuni, og tíðin fer at vísa, hvussu verður við tí í framtíðini, sigur Olga Biskopstøð, samskipari. Tað hevur ikki riggað nógv væl við einari stórari samgongu í Tórshavnar býráð, har allir 13 býráðslimir hava verið í samgongu, og ongin andstøða hevur verið. Tað heldur Jógvan Arge, varaborgarstjóri, nú flokkur hansara Tjóðveldi hevur tikið seg úr samgonguni í býráðnum, eftir at Marin Katrina Frýdal, býráðslimur fyri Tjóðveldi, í gjárkvøldið varð koyrd úr býráðssamgonguni í Havn. Jóhan Hendrik Winther Poulsen var ritstjóri á Føroysku Orðabókini, sum kom út í 1998, og í 2010 fekk hann málrøktaravirðislønina. Vit minnast hann best frá sendingini Orðabókin í útvarpinum. Fólk sendu inn spurningar og orð til Orðabókasendingina. Fastur táttur var eisini góð og minni góð orð, sum Jóhan Hendrik Winther Poulsen hevði skrivað í svarta bókling sín. Vit tosaðu við hann seinnapartin í dag, og í innslagnum eru eisini brot úr sendingini Orðabókin frá septembermánaði í 1971. Síðan hann byrjaði í 1976, er prentvinnan fullkomiliga broytt, enntá við jøvnum millumbilum. Og tað besta av øllum er, tað ikki liðugt enn. Broytingarnar fara halda fram. Føroya Prent hevur sum mið at halda seg í kappingini og á mark naðinum, so leingi sum yvirhøvur gjørligt. Jón Hestoy er eisini kendur sum ein sera góður kappsvimjari. Og setti beint fyri Hvítusunnu í 1982 heimsmeti í 24 tímar svimjing, tá hann svam 89.174 metrar. Orkudrykkir sum Red Bull, Monster, Cult, X ray, Battery, Booster og aðrir teljast millum teir vælumtóktu, og nógv bendir á, at sølan er í stórum vøkstri. Í Danmark veit fakblaðið TÆNK at siga, at sølan, sum í 2009 var næstan 1,8 milliónir litrar, í 2012 var fleirfaldað til 9 milliónir litrar. Hann hevur sera stóran áhuga fyri frítíðarbátum og ferðast mangan við bátinum uttanlands. Alt er niðurskrivað og útgerðin er tip top. Fyrst skuldi hann høvuðsumvælast, seinni varð mett best at lata hann byggja av nýggjum, men nú ljóðar, at politikarar kortini ynskja, at dagsstovnurin skal umvælast. Jana Egholm nú fyrrverandi leiðari á dagstovninum Birkilund vil ikki gera viðmerkingar, men váttar, at uppsøgnin hongur saman við undantaksstøðuni, sum børn og starvsfólk hava verið í hesi tvey árini. Petrina Berg, forkvinna í foreldraráðnum, sigur, at fundurin var jaligur, og at Heðin Mortensen, borgarstjóri, gav lyfti um, at um tvær vikur er greitt, hvørt dagstovnurin Birkilund skal høvuðsumvælast ella byggjast av nýggjum. Tjóðardagurin hevur verið hildin síðan 1983. Grønlendski samleikin er í miðdeplinum á degnum, har flaggið, klædnabúnin, sangurin og málið verða heiðrað. Í dag eru eisini fimm ár síðani, at nýggja sjálvstýrislógin fekk gildi í Grønlandi. Í nýggju sjálvstýrislógini varð staðfest, at grønlendska fólki er eitt fólk við atliti til fólkarættin og hevur sjálvavgerðarrætt, eins og sagt verður í uttanríkispolitisku heimildarlógini fyri Føroyar. Í dag hoyra vit søguna Cedris, úr bókini Tað ósjónliga barnið. Tove Jansson skrivaði og Karl N. Hansen týdd til føroyskt. Barbara Christophersen lesur. Mina er ein høna, sum býr saman við fimm øðrum hønum. Ein dagin ýlir vindurin, og við eitt tekur hann Minu á flog við sær av trygga bønum, sum er heim hennara, til trøðna, har ærin Æsa og lomb hennara halda til. Men Mina vil sleppa heim Tað er Lydia Didriksen, sum hevur skrivað hetta er tíggjunda krabbabók hennara, og søgan um Minu byggir lutvíst á eina sanna søgu. Edward Fuglø hevur teknað hann hevur teknað til ørgrynnu av bókum, men hetta er fyrsta krabbabókin vónandi ikki tann seinasta. Mina er appilsingulur krabbi, sum er næsta torleikastig. Eftir ein støðg á næstan tríggjar mánaðir verður sendingin Rót og Rútma aftur á skránni í morgin, leygardagin 16. februar, kl. 11.00. Í hesum sambandið er Petur Rouch boðin til Brunsj fyri at greiða frá søguni handan sendingina og frá sínum áhuga fyri country tónleiki. Í seinnu helvt av Brunsj fær Elin í Stórustovu vitjan av Turið Horn, parráðgeva, sum greiðir frá fyrimunum og vansum við at vera í parlagi. Hvussu hava føroyingar tikið ímóti amerikanska degnum Valentine s Day Elin fer í býin við mikrofonini at vita, um høvuðsstaðurin er merktur av hesum degi, meðan Eyðfinn spyr lurtararnar, hvør teirra hugsan er um hendan romantiska dag. Vandin við einari fólkavaldari politiskari skipan í sama potti er, at uppskotini verða ikki nóg væl viðgjørd. Ein politikari, sum talar at, setur seg mest sum uttan fyri samstarvið, og tað kann hava doyvt nakrar av kritisku røddunum í býráðnum. Fólkaræðisliga tilgongdin er sunnast, tá spurnartekin verða sett við tey hugskotini, sum ætlanin er at fremja, sigur John Johannessen. Sum borgarar hava vit í lítlan mun upplivað kjak um avgerðirnar, sum eru tiknar. Vit hava bara hoyrt um avgerðirnar, ikki um viðgerðirnar. Kanska fer Tjóðveldi at koma við alternativum uppskotum til ætlanirnar hjá meirilutanum, nú flokkurin er í andstøðu, sigur hann. Talan er um teir báðar, íran Pat the Cope Gallagher og skotan Struan Stevenson, ið hava verið sera virknir og føroyakritiskir í fiskivinnunevndini hjá Evropatinginum. Tað er serliga í ósemjunum millum Føroyar og ES um makrel og sild, at teir báðir hava verið sera atfinningarsamir ímóti ES. Teir hava millum annað skýrt føroyingar bæði sjórænarar og ránsmenn. Tórður Mikkelsen, ið ger upptøkur til sjónvarpssending, lýddi á við gamla skúlan við Gjógv fyrrapartin, tá Útoyggjafelagið hevði ársaðalfund. Í dag hoyra vit vælkenda ævintyrið Nýggju klæðir keisarans. H.C. Andersen skrivaði og Marius Johannesen týddi til føroyskt. Bárður Person lesur Tað eru fólk úr øllum heimspørtum, sum hava serliga áhugan fyri ella royndir við landsgrundsrætti, sum hava teknað seg til eitt skeið sum er í Føroyn næstu dagarnar. 10 undirvísarar og 28 luttakarar eru á skeiðnum. Tað eru ikki bara lærararnir, sum læra frá sær. Luttakararnir kunnu eisini deila sína vitan, so frálæran verður meira fevnandi og tekur støði í fleiri londum. Tað gevur øllum enn luttakarunum enn meira vitan. Tað eru ikki bara føroyingar, sum læra av útlendingunum. Útlendingarnir læra eisini nógv av vitanini og royndunum hjá føroyingum um landsgrundsrætt. Teir fimm menninir úr suðurkoreanska filmsliðnum gera millum annað upptøkur við einum drona, ið er eitt fjarstýrt tól við myndatóli á, so møguleiki er at taka upp frá øllum vinklum. Filmsliðið hevur verið og gjørt upptøkur við dronanum í føroysku bjørgunum. Í gjár var flogið við dronanum oman fyri kappróðrarbátarnar, sum kappaðust á Eystanstevnu. Jonhard Eysturskarð, granskari hjá Fiskaaling, sigur, at við servitanini sum ílegugranskarar, granskingarstovnar og alifyritøkur í øðrum londum hava, hava granskararnir á Fiskaaling ment ein kanningarhátt, sum nú ger tað møguligt at skillja skiljafiskin, sum ikki verður brúktur, frá rognafiskinum við DNA num hjá ynglinum. Fyri hálvari aðru viku síðani fekst semja millum Føroyar og ES um føroysku sildakvotuna í ár. ES lovaði samstundis at taka aftur handilsforðingarnar móti Føroyum, og Føroyar taka aftur gerðarrættarmálini móti ES. Rógvi Reinert, aðalstjóri í Fiskimálaráðnum, sigur, at tey hildu tað vera skilabest ikki at lýsa nakra kunngerð um makrel, fyrr enn ein niðurstøða var um sildina. Fiskimálaráðið helt tað heldur ikki vera rætt at lata skipunum, sum arbeiða makrelin umborð, loyvi at fiska, hóast kunngerðin ikki er lýst. Av tí at skipini nú aftur sleppa í norskan sjógv og ES sjógv at fiska, hava tey ikki so stóran skund, tí makrelurin er meira verdur, tá hann er komin í norskan sjógv seinni í summar. Men reiðarin á Norðborg og Christani í Grótinum segði við Útvarpið fríggjadagin, at keyparar eru til makrelin, sum fæst í føroyskum sjógvi nú, og tí er tað harmiligt, at skipini ikki sleppa at fiska. Tey hava nú ligið í ein mánað. Áðrenn kunngerðin verður lýst, skal hon til ummælis í Fiskivinnuráðnum. Og Fiskivinnuráðið hevur ikki fingið kunngerðina enn. Í fjør varð kunngerðin lýst 21.mai. Loyvi at fiska makrel og norðhavssild í ár verða ikki skrivað, fyrr enn kunngerðin, sum sigur, hvør sleppur at fiska, og hvussu kvoturnar verða býttar millum skipabólkarnar, er lýst og komin í gildi. Millum annað hava Meginfelag Útróðrarmanna og Felagið Garnaskip søkt um loyvi at fiska makrel og sild. Og nøkur feløg undir stovnan hava søkt, millum annað til útlendsk uppsjóvarskip, sum ætlanin er at fáa í føroyska flotan. Einstaklingar hava eisini søkt um loyvi at fiska makrel. Spakin verður settur í við smiðjuna hjá Landsverki í Hvannasundi. Og sett verður fyrst á at bora Hvannasundsmegin. Tað verður fyrst í september. Eitt 1939 metra langt berghol skal gerast úr Hvannasundi til Undir Fossinum Inni í Dølum. Harafturat skulu gerast okkurt um fýra kilometrar av vegi. Løgtingið hevur játtað 162 milliónir krónur til arbeiðið, sum samtakið Articon og norska LNS gera, og sum skal vera liðugt í fyrsta ársfjórðingi í 2017. Fiskasløg, sum ikki hava verið í Norðuratlanthavi fyrr, men sum nú koma, tí veðurlagið broytist, eiga ikki at verða ovfiskað. Um tað er semja millum ráðharrar og landsstýrismenn í londunum við Norðuratlantshav. Tey hittust á ráðstevnu í Grønlandi í síðstu viku. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, var við á ráðstevnuni. Ansa eftir nýggjum fiskasløgum Grønlendski landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Finn Karlsen, sigur við grønlendska kringvarpið, at londini eru samd um at ansa væl eftir nýggju fiskasløgunum í Norðuratlantshavinum og við Norðpólin. Londini eru samd um at fylgja tilmælunum hjá fiskifrøðingunum. Tað hevur ikki verið gjørt viðvíkjandi øðrum fiskasløgum, sum tí eru ovfiskað, sigur Finn Karlsen. Eingin fanst at makrelinum Finn Karlsen fegnast annars um, at eingin fanst at grønlendska makrelfiskarínum. Heldur ikki ES, sum áður hevur funnist hvassliga at Grønlandi, sum ikki er góðkent at vera strandarland, fyri at áseta sær 100.000 tons av makreli í ár, hevði nakra viðmerking um tað á ráðstevnuni í síðstu viku. Hundar í Árnafirði, Svínoy, Mikladali og á Trøllanesi sleppa framvegis at ganga leysir, hóast ein kunngerð, sum kom í gildi hósdagin, krevur, at hundar í Klaksvíkar kommunu skulu vera í bandi. Kunngerðin er eisini galdandi í Tórshavnar kommunu, men har er eingin bygd undantíkin kravinum um, at hundar skulu vera í bandi á økjum, sum eru opin fyri vanligari ferðslu. Bandið skal sambært kunngerðini vera so stutt, at leiðarin hevur hundin tætt inni at sær. Kunngerðin, sum nú er lýst, er galdandi fyri Tórshavnar kommunu og Klaksvíkar kommunu. Samstundis fer úr gildi kunngerð frá 2003 um hundar í Tórshavnar kommunu og Kirkjubøar kommunu. Nú er Kirkjubøur í Tórshavnar kommunu. Hósdagin í farnu viku rendi myndamaður okkara, Bjarni Árting Rubeksen, seg fram á eitt tjaldursreiður, ið var beint við ein høvuðsveg. Eingi formlig boð eru komin frá ES um, at ES ikki longur góðtekur svartkjaftabýtið, sum strandarlondini samdust um fyri átta árum síðani. Andras Kristiansen, deildarstjóri í Fiskimálaráðnum, sum er samráðingarleiðari hjá Føroyum viðvíkjandi svartkjaftinum, hevur ikki frætt nakað um, at ES ikki longur góðtekur verandi býtið. Sambært avtaluni, sum kom í gildi í 2006, skulu londini siga frá fyri 1.juli, um tey vilja hava samráðingar um nýggjan býtislykil. Tá Føroyar og ES tingaðust um føroysku norðhavssildarkvotuna og ES handilsforðingarnar, skal ES hava gjørt vart við, at ES ikki longur góðtekur svartkjaftabýtið, sum kom í 2006. Men hesi tíðindi eru ikki váttað alment. Sambært avtaluni frá 2006 er ein partur av heildarkvotuni settur av til NEAFC, sum Russland og Grønland so fáa. Av tí, sum strandarlondini hava at býta millum sín, fáa Føroyar 26,1 prosent, ES 30,5 prosent, Noreg 25,7 prosent og Ísland 17,6 prosent. Í gjáramorgunin kom løgreglan fram á ein annan bil, sum varð tikin í Runavík. Fólk vóru varug við, at nakrir mans royndu at fáa ein bil av aftur eini ferðsluoyggj við ítróttarhøllina, sum teir høvdu koyrt uppá. Í gjáramorgunin fekk løgreglan boð um, at ein bilur hevði rent á Undir Krákugjógv í Havn. Tað vísti seg at bilførarin hevði drukkið, og hann er skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring. Her koma ymisk fólk, sum duga og tora at seta orð á truplar spurningar, í útvarpsstovuna. Gestirnir vita ikki frammanundan, hvørjir spurningarnir verða. Lummafilosofiska hornið er vikuligur táttur í sendingini Karusellini. Her koma ymisk fólk, sum duga og tora at seta orð á truplar spurningar, í útvarpsstovuna. Gestirnir vita ikki frammanundan, hvørjir spurningarnir verða. Til stevnurnar í ár, skulu allir bátar rógva 1000 metrar, sum Róðrasambandið hevur avgjørt. Róðrasambandið hevur spurt fleiri manningar, serlliga á átta og tíggjumannaførunum, hvat tey siga at rógva 1000 metrar. So at siga øll eru nøgd við avgerðina, at rógva 1000 metrar. Amerikanski utanríkisráðharrin, J ohn Kerry, er sambært Reuters tíðindadtovuni komin á óvæntaða vitjan í Bagdad at hitta irakska forsætisráðharran, a Maliki, og aðrar leiðarar um støðuna har norðuri í Irak, har hernaðarligir islamistar hava tikið fleiri býir. Kerry er komin á vitjan í Bagdad, samstundis sum USA ætlar at leggja trýst á iraksku leiðararnar at fáa teir at taka upp samband við sunnimislimskar bólkar, sum halda seg vera lítisgjørdar í landinum. Nú ein vika er eftir hjá partafeløgum at lata roknskap og sjálvuppgávuna inn, hevur TAKS bert fingið ein triðing av sjálvuppgávunum og roknskapunum, vísir ein uppgerð hjá stovninum. Hetta er fyrsta árið, har tað við lóg er kravt, at sjálvuppgávur og roknskapir skulu latast inn talgild um Vinnugluggan hjá TAKS, og tí kki kunnu latast inn á pappíri longur. Somuleiðis skulu skjølini, sum Skráseting Føroya skal hava, nú eisini latast inn um Vinnugluggan. Við talgildu innlatingini av sjálvuppgávunum fær TAKS nógv neyvari hagtøl fyri innlatingina enn áður. Við nógv størri neyvleika sæst nú í skásetingarskipanini hjá TAKS, nær sjálvuppgávurnar verða latnar inn, og eisini hvussu nógvar eru latnar inn. Hetta er fyrsta árið, har alt kemur inn talgilt, og tí hevur TAKS ikki líknandi hagtøl frá undanfarnum árum at samanbera við. Tí er eisini trupult at siga, um tað er vanligt, at so nógv bíða til síðstu løtu. Av royndum vita vit, at rættiliga nógv verður latið inn beint upp undir innlatingarfreistina, og tí eru vit sum so ikki órólig. Munurin í ár er tó tann, at øll feløgini mugu hava atgongd til Vinnugluggan fyri at kunna lata inn. Um feløgini enn ikki hava fingið atgongd til Vinnugluggan, so kann vandi vera fyri, at tey ikki fáa latið sjálvuppgávuna inn til tíðina, og tað er óheppið, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri, í tíðindaskrivi. Gibraltar er nýggjasti limur í UEFA, og tí er dysturin søguligur, tí tað er fyrstu ferð, at lið úr Gibraltar er við evropeiskum fótbólti fyri feløg. Bæði í Íslandi og í Danmark eru kundar, sum vilja keypa heilivág úr Føroyum. Tær vilja hava Apoteksverkið at gera ávís sløg av heilivági fyri seg. Ísland er við í EBS samstarvinum millum ES og EFTA londini. Og tann sáttmálin er oman fyri Hoyvíkssáttmálan millum Føroyar og Ísland. Sambært EBS samstarvinum eru Føroyar triðjaland. Felagsnevndin hjá Føroyum og Íslandi viðvikjandi Hoyvíkissáttmálanum hevur fund í Reykjavík hósdagin, og tá er útflutningurin hjá Apoteksverkinum á skránni. Íslendski ráðharrin segði, at semja er í íslendsku stjórnini um hetta málið. Málið um útflutning til Danmarkar var á skránni fyri ríkisfundin í Føroyum í síðstu viku. Danska heilsumálaráðið metir eisini Føroyar at vera triðjalands sambært EBS sáttmálanum. Í avrikssáttmálanum millum Apoteksverkið og Heilsumálaráðið fyri 2014, stendur, at meðan tilgongdin fyri endaligu góðkenningini stendur fyri, verða møguleikar fyri útflutningi av heilivági kannaðir og møguligar handilsforðingar beindar av vegnum. Um ársskiftið koma eftirlitsfólk frá danska heilsustýrinum at kanna framleiðsluna hjá Apoteksverkinum. Er alt í lagi, fær Apoteksverkið góðkenning at gera heilivág. Sum er, hevur Apoteksverkið undantaksloyvi at gera heilvág. Sjey ymiskar styrkikappingar vóru á skránni. Millum annað skulu luttakararnir lyfta bobbens upp á plattar, hála lastbil, halda oljutunnum og lyfta einum stórum viðabuli upp um høvd so ofta sum gjørligt. Kanningarstjórin Hans Gammeltoft Hansen, sum løgtingið í fjør setti at kanna málið um Skálafjarðartunnilin og CIP, hevur hesa vikuna innkallað fleiri persónar at spyrja um teirra leiklut i tunnilsmálinum. Løgmaður verður kannaður, um hann hevur røkt sína eftirlitsskyldu í sambandi við, at landsstýrismaðurin í innlendismálum, Kári P. Højgaard, var bert fáar dagar frá at skriva undir avtaluna um tunnilin, at landsstýrismaðurin í fleiri umførum ikki legði øll skjøl í sambandi við málið fyri løgtingið, og at landsstýrismaðurin legði eina lóg fyri løgtingið, sum i stóran mun bygdi á loynilig skjøl, sum løgtingsfólk ikki sluppu at síggja. Hann segði, at tey á Løgmansskrivstovuni fara vanliga ikki upp í mál, sum hoyra til onnur aðalráð, tí hesi ráð hava sjálvi sína egnu løgfrøði. Tað er bert, tá mál eru burtur úr vón og viti, at tey traðka til ella, tá tað er serliga nógv politiskt rumbul, segði Sjúrður Rasmussen. Eitt tílíkt dømi kundi verið, tá landsstýrismaðurin legði eitt uppskot fyri løgtingið, har landsstýrismaðurin hevði bundið seg til eina avtalu við privatar, soleiðis at løgtingsfólk ikki fingu allar upplýsingar. Kanningarstjórin spurdi Sjúrð Rasmussen, um hann helt, at hetta kanska ikki bara var sera djarvt, men eisini ológligt. Tað tordi Sjúrður Rasmussen ikki at úttala seg um. Men hetta lá í øllum førum á markinum fyri, hvat vanliga skal til, áðrenn tey á Løgmansskrivstovuni sum eftirlitsmyndugleiki fara upp í málið. Ráðgevin segði, at tað royndu tey eftir besta førimuni, tá tey høvdu fundir við onnur uttanfyristandandi. Men tá Sjúrður Rasmussen varð spurdur um ein teldupost, har ein telefonfundur millum løgmann og Rúna Róin úr CIP varð umrøddur, visti Sjúrður Rasmussen ikki, hvat hetta var fundur. Tað kundi koma fyri, at løgmaður ikki altíð skrivaði notatir frá fundum, tí løgmaður var ikki tann skrivliga typan. Avtalurnar skulu endaliga góðkennast og latast Almannamálaráðnum innan 1. juli. Tey fimm samstarvsøkini, sum útvarpið hevur tosað við, lata væl av. Fleiri av avtalunum eru tó yvirskipaðar, og hvussu nógvur peningur skal fylgja við, tá kommunurnar yvirtaka eldraøkið, er ikki semja um enn. Fríggjadagin var móttøka í samband við at MAP Arkitektar telist millum teknistovurnar í nýggjari altjóða bók um Norðurlendskan arkitektur. Vit hitta arkitektarnar Heidi Poulsen og Rúna Abrahamsen, eins og Onnu og Óla Rubeksen, hvørs sethús eru millum MAP bygningarnar í nýggju bókini. Millum forvitnsligu bólkarnar, ið vitja Summartónar í ár, eru Pierre Dorge amp New Jungle Orchestra, ið eitt nú spæla í Havnar Kirkju fyrrapartin leygardagin. Kristian Blak vitjaði Gunnar Nolsøe í útvarpsstovuni í morgun Nevndin vísir á, at síðani fiskidagaskipanin varð sett í verk í 1996, eru fiskidagarnir lækkaðir 55 prosent, úr 49.585 fiskidøgum í 1996 1997 niður í 22.153 fiskidagar fiskiárið 2013 2014. Harumframt er nógv friðingartiltøk sett í verk. Í 1990 vórðu umleið 10 prosent av landgrunninum friðað fyri fiskiskap partar av árinum ella alt árið, men nú fevna hesar friðingar um 50 prosent av landgrunninum Listabloggurin hjá Kinnu Poulsen og Inger Smærup Sørensen gavst í síðstu viku. Hesi fýra árini hava tær báðar at kalla dagliga havt tilsamans 2337 umrøður og ummæli á blogginum. Tí er tað spell, at bloggurin nú gevst. Tað heldur eitt nú Oddfríður Marni Rasmussen, yrkjari, ritstjóri og , fyrrverandi formaður í LISA. Men ikki øll hava verið so fegin um listabloggin. Ole Wich, listamaður, heldur, at tær báðar einans hava dyrkað ein lítlan skara av føroyskum myndlistafólkum. Eisini heldur hann, at tær hava havt ilt við at halda neyðuga professionella frástøðu, ið er neyðug fyri varðveita trúvirðið. Umhvørvisstovan skrivar, at aling á sjónum hevur ávísa dálking við sær, sum kann ávirka umhvørvið. Dálkingin stavar millum annað frá fóðri og skarni. Fóður, sum ikki verður etið, saman við skarni frá fiskinum, søkkur niður á botn, har tað kann hópast upp. Harafturat er ávís dálking frá heilivági og evnum, sum verða nýtt til at viðgera aliútgerðina. Tað er serliga kopar, sum ofta verður nýtt í sambandi við impregnering av alinótum. Í góðkenningini er serligur dentur lagdur á, at tey evni, sum nýtt verða í alivirkseminum, ikki hava árin á umhvørvið. Í góðkenningini eru settar treytir um, at alifelagið ger regluligar kanningar av botninum undir aliringunum, og at alifelagið skal taka atlit at úrslitunum av botnkanningunum í síni framtíðar aliætlan. Undan góðkenningin, varð uppskotið til umhvørvisgóðkenning sent Fútakletti, Heilsufrøðiligu starvsstvouni, Vága kommunu og Tórshavnar Kommunu. Fútaklettur og Heilsufrøðiliga starvsstovan høvdu ongar viðmerkingar. Vága kommuna spurdi í sínum viðmerkingum, hvør fylgir við dálkingarstøðuni. Og tað ger P F Fútaklettur. Alifelagið skal sjálvt fylgja dálkingarstøðuni, og Umhvørvisstovan skal fylgja við, at ásettar treytir verða hildnar. Og botnkanningar verða kravdar sum partur av eftirlitinum hjá Umhvørvisstovuni. Beint nú eru gistingarhúsini í Havn á tremur. Sambært Hafnia, Hotell Tórshavn og Hotell Streym er tað eitt skurvbland av eldri dønum, norðurlendskum vinnulívsfólki og øðrum gestum, ið vilja uppliva føroyska náttúru og mat, sum fylla kømurini. Spurnartekin hevur verið sett við krókarnar, sum róðursmenninir krøkja úr í startinum, tí fleiri bátar hava higartil í ár ligið eftir, tá skotið er farið. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í tunnilsmálum, loysti fyrsta flagið, tá farið varð undir arbeiðið at gera nýggja farleið til Viðareiðis . Gongst sum ætlað verður arbeiðið liðugt í fyrsta ársfjórðingi í 2017. Løgtingið hevur játtað 162 milliónir krónur til nýggju farleiðina til Viðareiðis. Tað greiddi ein fulltrúi í Innlendismalaráðnum frá, tá hann í dag varð avhoyrdur í málinum um Skálafjarðartunnilin, sum Hans Gammeltoft Hansen, kanningarstjóri, kannar. Fulltrúin segði, at í allari tilgongdini við CIP sat Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, ikki við samráðingarborðið, men tað gjørdi løgmaður. Ole Wich, listamaður, heldur hinvegin, at tær báðar einans hava dyrkað ein lítlan skara av føroyskum myndlistafólkum. Eisini heldur hann, at tær hava havt ilt við at halda neyðuga professionella frástøðu, ið er neyðug fyri varðveita trúvirðið. Høvuðsorsøkin til, at støðan hjá bornfiskinum er batnað, eru náttúrugivnu umstøðurnar. Tær eru betri í ár enn undanfarin ár. Meira æti er nú í sjónum. Og nógv meira nebbasild er í maganum á fiskinum. Nógvir fiskimenn siga eisini, at nógv ár eru síðani, at teir hava sæð so nógvan svartfugl sum í ár. Svartfuglurin er ein góð ábending um, hvussu nógv føði er í sjónum. Fiskidaganevndin sigur, at kanningin gevur greiðar ábendingar um, at støðan hjá toskinum er batnað. Fiskimenn siga, at nógv meira er til av toski, og tilgongdin er betri enn undanfarin ár. Toskurin er stórur og feitur, tó við góðum uppíblandi av smáum støddum. Tað sama siga fiskimenn um hýsuna. Hon er í framgongd. Støðan í ár er nógv betri enn undanfarin ár. Allar støddir eru at fáa, og hýsan er sum heild feit. Hjá upsanum er støðan er nakað frægari í ár enn undanfarin ár, sigur fiskimenninir, sum Fiskidaganevndin hevur spurt. Upsin er av góðari blandaðari stødd og feitur. Tilgongdin tykist tó framvegis ikki verða góð, hóast hon verður mett at vara eitt vet betri í ár enn í fjør. Fiskidaganevndin mælir landsstýrismanninum í fiskivinnumálum til at áseta sama fiskidagatal næsta fiskiár sum í verandi fiskiári. Í Fiskidaganevndini eru feløgini hjá skipum og bátum, sum hava fiskidagar, og Fiskimannafelagið. Havstovan sigur í sínum tilmæli til landsstýrismannin, at stovnarnir hjá toski og hýsu eru vorðnir so lítlir, at teir eru í undantaksstøðu. Tí er neyðugt at skerja fiskidagarnar ein fjórðing av brúktu fiskidøgunum í verandi fiskiári og at gera eina endurreisingarætlan. Og hóast upsastovnurin er munin betur fyri enn toskastovnurin og hýsustovnurin mælir Havstovan eisini til at skerja fiskidagarnar ein fjórðing av brúktu døgunum hjá teimum, sum fiska upsa. Johan Dahl, landsstýrismaður, heldur fast um, at hann hevur onki ólógligt gjørt í sambandi við játtanina hjá Strandferðsluni fyri 2013. Men hann viðgongur, at hann kundi havt betri eftirlit við Strandferðsluni. Landsstýrismálanevndin kannar, um Jhan Dahl hevur fyrisitið Strandferðsluna á lógligan hátt, tí í fjør vantaðu útvið fimm milliónir krónur í játtanini hjá Strandferðsluni. Stovnurin gjørdi fleiri ferðir landsstýrismannin varugan við, at játtanin í fjør fór ikki at halda. Kortini bað landsstýrismaðurin ikki um eykajáttan. Í svarinum til landsstýrismálanevndina sigur Johan Dahl, at upplýsingarnar hjá Strandferðsluni um fíggjarligu støðuna vóru óálítandi, og at hvørki landsstýrismaðurin ella Vinnumálaráðið vistu, hvussu umfatandi fíggjarliga óskilið á Strandferðsluni var. Seinnapartin í dag koma eftirlitsfólkini hjá kinesisku matvørumyndugleikunum til Føroya. Fýra eftirlitsfólk og eitt fólk frá donsku sendistovuni í Beijing eru í ferðalagnum. Í morgin fara eftirlitsfólkini á eitt laksavirki og um borð á eitt verksmiðjuskip, upplýsir Heilsufrøðiliga starvsstovan, sum er vertur hjá kinesisku sendinevndini. Hósdagin verður vitjað á kanningarstovuni hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Fólk á Heilsufrøðiligu starvsstovuni hava fund við kinesararnar í dag og hósdagin, tá sendinevndin fer av landinum aftur. Føroyski útflutningurin til Kina veksur skjótt. Í fjør varð útflutt fyri eina hálva milliard krónur. Kinesisku myndugleikarnir hava serligan áhuga fyri laksi og uppsjóvarfiski, nú teir senda fólk til Føroya. Statoil hevur júst borað Apollo brunnin í Barentshavinum, men olja var eingin at finna. Norsku myndugleikarnir hava longu givið Statoil loyvi at halda fram við at leita eftir olju í Barentshavinum. Greenpeace hevur mótmælt oljuleitingini í Barentshavinum, tí leitað verður ov tætt Bjarnoynni, og at náttúruríkidømið á oynni er hótt. Vit fegnast um at brunnurin vísti seg at vera tómur, tí so fær friðaða økið við Bjarnoynna eitt longri skotbrá, sigur ætlanarleiðarin hjá Greenpeace, Sune Scheller, í tíðindaskrivi. Greenpeace hevur kært avgerðina hjá norsku myndugleikunum at lata Statoil bora eftir olju, og ta kæruna fara myndugleikarnir at viðgera, áðrenn Staoil sleppur at seta á at bora næsta holið í Barentshavinum, skrivar KNR. Grønlendska fiskimálaráðið hevur sett eina nevnd, sum skal fáa greiði á, hvussu avgjaldið á fiskivinnuna skal skipast í framtíðini. Tað fer at geva íslendska ríkiskassanum færri inntøkur, men fer at gagna íslendsku vinnuni, sigur ein talsmaður fyri íslendska ídnaðarmálaráðið við grønlendska kringvarpið. Tá nýggja stjórnin tók við í Íslandi í 2012, var eitt tað fyrsta, hon gjørdi, at lækka avgjaldið á fiskivinnuna. Stjórnin heldur, at fiskivinnan skal ikkki rinda hægri avgjald, enn hon klárar at rinda. Frammanundan hevði íslendska fiskivinnan hvat tvey vánalig ár, og tí kom avgjaldslækkingin væl við, sigur talsmaðurin. Allur fiskur í Íslandi rindar avgjald, men avgjaldið á makrel er 30 oyru fyri kg. Avgjaldið á makrel í Grønlandi er 95 oyru fyri kg, skrivar KNR. Grønlendski landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Finn Karlsen, sigur við KNR, at eitt av málunum, sum nevndin skal kanna, er júst íslendska avgjaldsskipanin. Síðan januar í ár, hevur Elin Brimheim Heinesen skipað fyri hugnaligum konsertum í heiminum í Stoffalág 18 í Havn. Ætlanin er at halda fram í summar, sigur Elin í samrøðu í sendingini summarmorgun. Magni á Deild Olsen, stjóri í ALS, sigur, at royndirnar vísa, at tað er lættari at hjálpa fólki útaftur á arbeiðsmarknaðin, tá tey hava verið virkin í verkætlanum. Fyri at fáa leikirnar, skulu Føroyar bjóða 12 ítróttargreinar. Føroyar hava bara 11 sum er, sigur Petur Elias Petersen, ÍSF forseti. Hann sigur, at tað ber til at fáa golfvøllin á Glyvursnesi lidnan í 2019, men tá skal arbeiðið ikki byrja seinni enn fyrst í nýggja árinum. Nær skal tað verða ókeypis at koyra í Vágatunnlinum, spyrja vit í Kjakinum eftir Dag og Viku í kvøld. Skal tað vera við ársenda í 2016 tá lánini eru afturgoldin, ella skal tað ikki verða fyrr enn allur tunnilin er afturgoldin, er bæði tað, ið lænt varð til verkætlanina og tað, løgtingið játtaði sum partapening Løgmaður hevur svarað Poul Michelsen, løgtingsmanni úr Framsókn, at eftir lógini skal útveganarkostnaðurin gjaldast aftur, bæði tann parturin, sum er fíggjaður við eginpeningi og tann parturin, sum er fíggjaður við láni. Men tá Jørgen Niclasen 17. juni svarar einum fyrispurningi frá Eivin Jacobsen úr Sambandsflokkinum, er niðurstøðan hjá løgmanni í fjør ikki partur av svarinum. Í staðin sigur Jørgen Niclasen, at almenna fatanin hevur verið, at nýtslugjøldini einans skulu fíggja lánsgjøldini . Jørgen Niclasen sigur í svarinum, at at hann ætlar sær í løgtingið við nágreining av lógini fyri at sláa fast, at einki bummgjald skal vera, tá lánini eru afturgoldin. Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, í svari til Gunnvør Balle, løgtingskvinnu. Hann sigur, at Vørn hevur nevnt møguleikan at taka aftur veiðiloyvi og tá øll fiskirættindini hjá Anitu. Heimildina at gera tað hevur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum. Men av tí at umsitingin hjá landsstýrismanninum er ógegnig at viðgera málið, hevur løgmaður avgjørt sjálvur at viðgera og avgera, um veiðiloyvið hjá Anitu skal takast aftur. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sigur eisini í svari sínum, at Anita fekk ikki loyvi til at blaka fisk út, tá gørnini vórðu drigin eftir at Anita hevði verið inni, tí manningin skuldi geva sjófrágreiðing um vanlukkuna 11.februar, tá Anita misti ein mann. Vørn gav skiparanum á Anitu boð um, at útblakingin var ólóglig. Men skiparin vildi ikki gevast, tí at frystilastin var sløkt fyri at gera pláss fyri øllum gørnunum. Fiskiveiðieftirlitið hevur ikki løgreglumyndugleika á sjónum og vildi ikki kalla Anitu inn, sum var einasta heimild til at forða útblakingini, fyrr enn øll gørnini vóru drigin, sigur Jacob Vestergaard. Tað vóru bert tvey starvsfólk úr Innlendismálaráðnum aðalstjóri og ein fulltrúii sum stóðu fyri arbeiðnum at gera ein sáttmála og seinni eitt lógaruppskot um Skálafjarðartunnilin. Tað greiddi Nella Festirstein, deildarstjóri á lógardeildini í Innlendismálaráðnum, frá, tá hon varð avhoyrd í kanningarmálinum um Skálafjarðartunnilin í morgun. Nella Festirstein segði, at 2. juli fingu hinir løgfrøðingarnir í aðalráðnum lógaruppskotið til ummælis. Tey fingu at vita, at tað hevði skund, at tey gjørdu sínar viðmerkingar til lógaruppskotið, tí dagin eftir skuldi uppskotið leggjast fyri løgtingið. Embætisfólkini í Innlendismálaráðnum settu seg í felag við uppskotinum 3. juli, men tey høvdu óvanliga nógvar spurningar til uppskotið, tí tey høvdu aldri sæð eitt líknandi uppskot fyrr. Tey gjørdu so sínar viðmerkingar, og Nella Festirstein viðgekk, at viðmerkingarnar frá embætisfólkunum vóru óvanliga kontantar. Men tað var fyri at fáa aðalstjóran og landsstýrismannin at umhugsa allar spurningarnar væl, áðrenn uppskotið varð borið í løgtingið. Nella Festirstein tosaði við ein fulltrúa, sum arbeiddi við tunnilsmálinum, um ein spurning í málinum, men tá fekk hon at vita, at hvørki lógarupppskot ella viðmerkingar til lógaruppskotið kundu broytast. Alt var bygt á avtalur við CIP, sum ikki kundu broytast. Viðmerkingarnar frá embætisfólkunum vóru sendar 4. juli. Hetta var seinasti arbeiðsdagurin hjá Nellu Festurstein, áðrenn hon fór í feriu. Tá hon kom aftur, væntaði hon at hoyra okkurt um, hvussu viðmerkingarnar vórðu brúktar. Men hon hoyrdi onki. Eina ferð spurdi hon fulltrúan, um landsstýrismaðurin, Kári P. Højgaard, yvirhøvur hevði sæð viðmerkingarnar. Hon undraðist á, at hann tóktist vera so glaður, sum um onki var at tosa um. Men fulltrúin visti ikki, um landsstýrismaðurin visti um viðmerkingarnar. Men eftir at viðmerkingarnar komu fram í fjølmiðlunum, visti landsstýrismaðurin so um viðmerkingarnar. Kári P. Højgaard kallaði síni starvsfólk inn á fund 4. september. Nella Festurstein skilti tað soleiðis, at tað var ikki fyrr enn tá, at landsstýrismaðurin hevði lisið viðmerkingarnar. Hendan dagin var landsstýrismaðurin misnøgdur og illur. Hann legði síni embætisfólk undir at vera illoyal og leka skjøl til fjølmiðlarnar. Embætisfólkini vóru skelkað yvir ákærurnar, segði Nella Festurstein. Tí teirra ætlan var ongantíð at vera illoyal. Viðmerkingar frá embætisfólkunum vóru skrivaðar til innanhýsis brúk, soleiðis at landsstýrismaðurin var væl fyrireikaður, tá hann skuldi svara spurningum um lógaruppskotið, og fyri at geva boð til aðalstjóran um at hugsa seg sera væl um. Ætlanin var ikki, at viðmerkingarnar skuldu berast i løgtingið, segði Nella Festurstein. Men tað var tó eitt vónbrot, at arbeiðið at skriva viðmerkingarnar var meir ella minni til fánytís, tí tær vórðu ikki brúktar til nakað. Tórshavnar kommuna sleppur ikki fram at at gera golfvøll á Glyvursnesi, tí avtala er ikki fingin um lendið, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri. Virkini, sum kinesisku matvørumyndugleikarnir fara at vitja, eru væl fyrireikað. Eftirlitsfólkini fara eisini at vitja Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, sum frammanundan hevur svarað spurningum frá kinesisku myndugleikunum. Búnaðarstovan fær ikki avgreitt lendið á Gluvurnesi, sum Tórshavnar kommuna skal leiga til golfvøll, fyrr enn kommunan og landsstýrið eru samd um endurgjaldið. Í øllum førum skal endurgjaldið vera greitt, áðrenn lendið verður tikið frá festaranum. Og Búnaðarstovan hevur eingi boð fingið um endurgjaldið. Sambært lógini um landsjørð kann Búnaðarstovan taka aftur nýtslurætt frá festara til lendi og leiga kommunu lendið til almannagagnligt endamál. Men kommunan skal rinda endurgjald fyri millum annað vetrarbit og annan fíggjarligan miss hjá festaranum. Og Tórshavnar kommuna vil hava landið at vera við í endurgjaldinum. Skulu Føroyar fáa Oyggjaleikirnar í 2019, er brúk fyri einum golfvølli, tí sum er kunnu Føroyar bara bjóða 11 ítróttargreinar, men kravið er 12 greinar. Leygardagin verður avgjørt á aðalfundi hjá Oyggjaleikasambandinum, um Føroyar fáa leikirnar í 2019. Toftamaðurin, sum hevur eina fortíð í Newcastle, skiftir í dag felag, og skal nú umboða HB. Sáttmálin er galdandi fyri tað sum er eftir av hesum kappingarárinum. Kringvarpið hevur tosað við fólk, sum eru knýtt at AB hópinum, og sum skilst so var stór ónøgd við atburðin hjá framherjanum, og tí var best fyri báðar partar, at hann skifti felag. Tá tað ikki gongur væl kann henda, at ein verður frustreraður, men eg havi als einki ilt at siga um AB, og eg hevði tað gott har, sigur Jóan Símun Edmundsson við Kringvarpið. B36 hevur styrkt sín hóp, og vit kunnu ikki bara standa hinumegin og hyggja at. Teirra styrkur er óbeinleiðis orsøk til at vit fóru eftir Jóan Símun Edmundsson, sigur formaðurin í HB við Kringvarpið. Tað var landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgin Niclasen, sum setti spakan í, fyri siðani at seta seg í stóru gravmaskinuna og seta á við grabbanum. Viðareiðistunnilin verður 1.939 langur og eisini skulu gerast einir 3.700 metrar av tilkoyringarvegi H vannasundsmegin og úr Miðdali til Viðareiðis. Seinastu ferðslutølini, sum eru frá 2012, vísa, at tað koyrdu 432 akfør um samdøgrið eftir Viðareiðisvegnum. Í 2024 er ferðslan mett at vera komin upp í 510 bilar. Samlaði fíggjarkarmurin hjá Løgtinginum fyri nýggju farleiðina til Viðareiðis er 162 milliónir krónur. Nýggja Viðareiðisfarleiðin skal eftir ætlan takast í nýtslu í fyrsta ársfjórðingi í 2017. Kortini heldur ALS fram at bjóða arbeiðsleysum somu tænastur. Tað ger ALS við millum annað at løna virkisráðgevum hjá skipanini fyri at leita eftir størvum. Her koma ymisk fólk, sum duga og tora at seta orð á truplar spurningar, í útvarpsstovuna. Gestirnir vita ikki frammanundan, hvørjir spurningarnir verða. Viðingar vistu nógvar søgur um, at grót er loysnað og rullað oman á vegin, at viðingar vóru samdir um, at tað er ótrúligt at ongin vanlukka er hend Fyri tveimum vikum síðani hevði bólkurin Marius kirkjukonsert. Vanliga eru tílíkar konsertir ókeypis. Men hesaferð rindaðu teir umleið 200 áhoyrararnir 100 krónur fyri atgongumerkið. Atgongumerkjasølan í forkirkjuni á Eiði hevur fingið bisp at taka málið upp. Í brævi á heimasíðuni sigur hann seg ætla at eftirmeta spurningin um tignina innan kirkjugátt. Eingin heimild er at taka atgongugjald fyri konsert, sum verður hildin í kirkju, og heimild er heldur ikki at samsýna fyri eitt nú tónleikatiltøk í kirkjuni. Tað hevur vakt ans, at bólkurin Marius tók 100 krónur fyri atgongumerki til eina kirkjukonsert á Eiði, og tí hevur kjak tikið seg upp, hvat sømir seg í kirkjuni. Landsverk óttaðist, at verkætlanin bleiv yvirkapitaliserað, tí CIP hevði frammanundan eina samstarvsavtalu við MT Højgaard, sum hevði við sær, at MT Højgaard fekk arbeiðið. Og tí skuldi arbeiði at gera tunnilin ikki bjóðast út. Samgongan roynir framvegis at finna semju um fiskivinnunýskipanina, sum skal taka við, tá galdandi skipan endar nýggjársaftan í 2017. Men enn er einki úrslit, hóast nógvir fundir hava verið, tann seinasti var mánadagin. Nú verður ikki fundur aftur um fiskivinnunýskipanina fyrr enn eftir ólavsøku, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Á ólavsøku í fjør var ætlanin annars at koma við nýggjari lóg um vinnuligan fiskiskap í løgtingið fyri ólavsøku í ár. Men tann ætlanin helt ikki. Ósemja millum stóru samgonguflokkarnar um fiskivinnupolitikkin í framtíðini ger, at so illa gongst at orða eina nýggja lóg. Og enn hevur samgongan ikki tikið andstøðuna við í arbeiðið. TF Íløgur hjá TF Holding hjá Tryggingarfelagnum Føroyum seldu í gjár partabrøv í Bakkafrosti fyri 69,9 milliónir norskar krónur, slakar 63 milliónir danskar. TF Íløgur seldu fjórðingin av sínum partabrøvum, 600.000 partabrøv, fyri kursin 116,50 norskar krónur, upplýsir Bakkafrost í fráboðan til keypsskálan í Oslo í gjár. Umframt tey fýra skipini, eigur felagið eisini tríggjar fjórðingar í uppsjóvarvirkinum á Tvøroyri, og tann parturin er við í roknskapinum. Sambært lógini um frítíð við løn skal frítíðarískoyti ikki gjaldast av løn, sum verður goldin í frítíðini. Fólk, sum hava summarferiu við løn, eiga tí ikki rætt til frítíðarískoyti. Tað sigur Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, sum spurdi Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum um hetta. Kári P. Højgaard spurdi, um almennar lønarumsitingar umsita lógina rætt. Jørgen Niclasen svarar, at sambært Gjaldstovuni verður frítíðarískoyti, sum er 1,5 prosent, eisini goldið av løn í feriu. Ikki bara landið ger tað, men eisini Tórshavnar kommuna, aðrar kommunur og SEV, sigur Jørgen Niclasen. Meirkostnaðurin hjá landinum er mettur at vera um tvær milliónir krónur um árið. Jørgen Niclasen sigur eisini, at frítíðarlógin er málsøki hjá Vinnumálaráðnum. Og Jørgen Niclasen veit ikki, um ítøkiligar ætlanir eru um at broyta frítíðarlógina, so lógin sigur, at fólk eisini eiga frítíðarískoyti fyri lønina, tey fáa, meðan tey hava summarfrí. Jørgen Niclasen leggur afturat, at frítíðarlógin er ein minimumslóg, ein lágmarkslóg. Tað er tí ikki í stríð við lógina at gjalda meira enn 1,5 prosent í frítíðarískoyti. Sambært svarinum hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum fáa starvsfólk, sum tjena 25.000 krónur um mánaðin, 433 krónur ov nógv í frítíðarískoyti um árið. Landsstýrismaðurin fer nú at kanna, hvussu nógv, tað kostar í umsiting at broyta mannagongdina, so hon svarar til lógina. Vinnumálaráðið hevur biðið danska Løgmálaráðið broyta reglurnar í útlendingalógini, sum er galdandi í Føroyum, so allir útlendingar, sum eru við føroyskum fiskiskipum í føroyskum sjóøki, skulu hava arbeiðs og uppihaldsloyvi í Føroyum. Johan Dahl, landsstýrismaður, sigur í svari til Gunvør Balle, løgtingskvinnu, at Útlendingastovan kannar, um lønar og arbeiðstreytir eru sambært galdandi sáttmálum á føroyska arbeiðsmarknaðinum, tá umsóknir um arbeiðs og uppihaldsloyvi koma frá útlendingum. Men Útlendingastovan veit einki um útlendingar, sum eru við føroyskum skipum uttan arbeiðs og uppihaldsloyvi. Sum meginregla verður regluliga mett at vera í minsta lagi okkurt um tíggju ferðir um árið. Men meginreglan er ikki avgjørdari enn so, at metast skal um hetta í hvørjum einstøkum føri. Johan Dahl sigur, at Vinnumálaráðið veit ikki, hvussu nógvir útlendingar eru við føroyskum fiskiskipum, og hvussu nógvir teirra hava hava uppihaldsloyvi. Frá 2009 til 2013 komu 103 skip í føroysku skipaskráirnar, 62 teirra vórðu skrásett í FAS, altjóða skipaskránni. Men Sjóvinnustýrið hevur hvørki sett fleiri fólk ella fingið fleiri pengar at fyrisita og røkja eftirlitsuppgávurnar so hvørt, fleiri skip eru komin í flotan. Johan Dahl sigur, at í august vera 17,1 fulltíðarstarv í Sjóvinnustýrinum. Í januar í fjør vóru 0,8 fleiri størv í Sjóvinnustýrinum. Tey fimm árini 2009 til 2013 fóru 14 fólk úr starvi í Sjóvinnustýrinum. Eingin varð sagdur úr starvi. Í ár eru fýra fólk afturat farin úr Sjóvinnustýrinum. Orsøkirnar eru ymiskar, men av tí at talan er um persónsmál, vil Johan Dahl ikki siga meira um hetta í svarinum til Gunvør Balle. Johan Dahl viðgongur, at starvsfólkatalið hjá Sjóvinnustýrinum er avmarkað samstundis sum Sjóvinnustýrið dagliga fær nógvar átrokandi fyrispurningar. Skulu vit útflyta meira til Kina, og ikki tapa kappingina við grannalondini, er tað týdningarmikð, at Føroyar fáa eina fríhandilsavtalu við Kina. Á Løgmansskrivstovuni siga tey, at samráðingar eru við Kina um fríhandilsavtalu. Áheitan um avtalu varð send kinesisku myndugleikunum fyrst í hesum árinum. Løgmansskrivstovan sigur, at Kina hevur víst áhuga fyri at gera avtalu, og tí eru vónirnar góðar. Men tað er ilt at siga, hvussu langa tíð tað fer at taka at fáa hana í lag. Tað loysir seg ikki at gera seg inn á annan, til tess at noyða síni sjónarmið ígjøgnum. Vit eiga at vísa tolsemi, sigur Kaj Leo Holm Johannesen á heimasíðuni hjá Løgmansskrivstovuni. Peter Thaysen, chefpolitiinspektørur, sigur, at talan er um servand fólk og serliga útgerð, soleiðis at løgreglan kann gera sítt arbeiði bæði á landi og sjógvi í spentum støðum. Samstundis sum færri børn verða latin at ættleiða, er prísurin hækkaður munandi. Og hóast løgtingið hækkaði ættleiðingarstuðulin upp í 100.000 krónur, ger tað ongan mun. Hoyr samrøðu við Dan Knudsen, ríkisumboð, sum umsitur ættleiðingarmál, og Annie Heinsen, nevndarlim í Ættleiðingarfelagnum, í útvarpstíðindunum. Tað verður arbeitt nátt og dag fyri at fáa alt liðugt til tíðina, sigur Petur Slyne, og hetta gongur so mikið væl, st alt verður klárt, tá Voxbotn byrjar 28. juni Í summar flytur Almannamálaráðið av Eirargarði, har tey hava húsast saman við Heilsumálaráðnum, út í Tinganes, tí hølini sambært landsstýriskvinnuni eru ikki egnað til eitt stjórnarráð Tá hølini eru óegnað til starvsfólkini í Almannamálaráðnum, so eru tey sjálvandi heldur ikki egnað til okkara starvsfólk, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum. Heilsumálaráðið og Almannamálaráðið hava fleiri ferðir áður verið eitt og sama stjórnarráð, og enn hava tey fleiri virkisøki, sum tey eru felags um. Karsten Hansen harmast um, at tað hevur ikki borið til at finna eina felags loysn saman við Almannamálaráðnum, tí felags virkisøkini hava virkað so væl, og tey hava eisini gjørt umsitingina í bíligari. Annika Olsen, landsstýriskvinna segði í síðstu viku, at hóast sjálv flytingin fer at kosta nakað, so sleppur ráðið undan at rinda nakað serligt í húsaleigu í Tinganesi. Tí verður ikki neyðugt við eykajáttan ella sparingum í Almannamálaráðnum fyri at svara hvørjum sítt. Tað segði Rúni Joensen, fyrrverandi aðalstjóri í Innlendismálaráðnum, við Hans Gammeltoft Hansen, kanningarstjóra, í Føroya Rætti í morgun. Løgmaður hevur annars sagt fyri løgtinginum, at hann ikki kundi droymt um at gjørt eina slíka avtalu, men tá fyrrverandi aðalstjórin í morgun varð spurdur um nógv umrøddu endurgjaldsavtaluna til CIP, svaraði hann, at Løgmaður gjørdi endurgjaldsavtaluna og førdi samráðingarnar. Formliga skrivaði Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, undir, men de facto gjørdi Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, hana . Spurningarnir hjá kanningarstjóranum halda fram í dag, og klokkan 13 stendur Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum fyri tørni. Málið kemur í løgtingið eftir ólavsøku, sigur Rógvi Reinert, aðalstjóri í Fiskimálaráðnum. Fiskimálaráðið hevur biðið Landsverk um ein frágreiðing um, hvørji arbeiðið skulu gerast í sambandi við golfvøllin, so s um vegargerð. Sambært lógini um landsjørð kann Búnaðarstovan taka aftur nýtslurætt frá festara til lendi og leiga kommunu lendið til almannagagnligt endamál. Men kommunan skal afturfyri rinda endurgjald fyri millum annað vetrarbit og annan fíggjarligan miss hjá festaranum. Tórshavnar kommuna vil hava landið at vera við í endurgjaldinum, tí kommunan heldur, at ein golfvøllur kemur øllum landinum til góðar, millum annað ferðavinnuni. Tórshavnar kommuna heldur, at landið eigur at lata lendið, og so ger kommunan golfvøllin. Landsstýrið er sinnað at vera við, men spurningurin er ikki avgreiddur í landsstýrinum enn. Sambært tí, sum higartil er upplýst, verður endurgjaldskravið okkurt um tíggju milliónir krónur. Tá spælt verður móti teimum góðu liðunum, sæst týðiligi framgongd, samanborið við, hvussu spælt hevur verið í øðrum kappingum. EM í Kroatia er nú hálvrunnin. 17 dystir skulu spælast og í morgun mikudagmorgun spælir landsliðið dyst nummar 9. Føroyar hava vunnið 4 av 8 dystum. Tveir rættir sigrar móti Póllandi og Wales og tveir smælir sigrar, sum í bridgehøpi eita javnleiki. Atlantsflog átti at lýst meira við rutuni, heldur enn at slept henni, sigur formaðurin í føroyingafelagnum í London, Ottar Schrøder Holm. London var ov dýrt, og rutan bar seg ikki. Aberdeen er ein ruta við nógvum møguleikum, og fyrimunurin er haraftrat, at hetta verður ein ruta alt árið, meðan London bara er um summarið. Tað sigur Jørgen Holme, stjóri í Atlantsflogi. Ein av spurningunum frá løgtingskvinnuni var, um landsstýrismaðurin kann veita trygd fyri, at øll gørnini vórðu drigin Svarið frá Jacob Vestergaard er nei, at tað kann hann ikki. Hann sigur, at tá loyvt er at royna við gørnum undir Føroyum, er altíð vandi fyri, at skip missa gørn. Tey hava tó skyldu at fáa fatur á gørnunum aftur, og at boða Vørn frá, tá gørn verða mist. Jacob Vestergaard sigur í svarinum, at Vørn í 2006 gjørdi eitt átak at dreggja, har garnaskip vanliga royna. Økið har dreggjað varð, strekti seg 13 fjórðingar ígjøgnum kantin norðan fyri Skeivabanka, millum 200 og 500 metra dýpi. Fongurin var 77 havtaskugørn og eitt garnavarp við standara. Gørnini vórðu ikki fráboðað sum mist, og tað er ein greið ábending um, at mist grøn standa kring landgrunnin. Út frá royndini í 2006, hevur Vørn mett, at tað kunnu standa millum 1000 og 2000 gørn kring oyggjarnar, sum eru mist, men eingin fráboðan er komin um tey, sigur landsstýrismaðurin í svarinum. Jón Gærdbo, fyriskipari sigur, at tað ikki hevur verið nakar trupuleiki at manna VBliðið frá 2000, og eisini hjá landsliðnum frá 2000, eydnaðist at fáa teir flestu spælararnar at luttaka. Annars eru tað kendir fótbóltsspælarar í Føroyum, sum mannað hini plássini á liðunum. Samansetingin til Allstars 2014 er føroyskir sangarar, allir menn, tí tær kvinnur, sum vóru spurdar, bóru seg undan. Rúni Djurhuus avdúkar her, hvørjir fimm av teimum eru. Sætta navnið verður avdúkað á pallinum leygarkvøldið Men TF Íløgur endurskoða alla tíðina sínar íløgur, og nú vóru vit komin til Bakkafrost, sigur Súni Schwartz Jacobsen, nevndarformaður í TF Íløgum. TF Íløgur hjá TF Holding hjá Tryggingarfelagnum Føroyum seldu í gjár ein fjórðing av sínum partabrøvum í Bakkafrosti fyri 69,9 milliónir norskar krónur, slakar 63 milliónir danskar. Súni Schwartz Jacobsen vil ikki siga, hvat hesar milliónirnar nú verða brúktar til. TF Íløgur seldu 600.000 partabrøv fyri kursin 116,50 norskar krónur. Enn hevur Fiskivinnuráðið ikki fingið makrelkunngerðina til ummælis, og tí fara nakrir dagar at ganga aftrat, áðrenn kunngerðin er klár at seta í verk. Jóanna Djurhuus, forkvinna í Fiskivinnuráðnum, sigur, at nú er so nógv útliðið, at Fiskivinnuráðið helst fer at viðgera kunngerðina, so skjótt sum hon er komin, men fyribils bíðar ráðið eftir kunngerðini. Forkvinna er Jóanna Djurhuus, og hinir í nevndini eru Absalon Hansen, Absalon í Buð, Eyðstein Djurhuus, Herálvur Joensen, Jan Højgaard, Jóhannus M. Olsen og Niels Winther. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, vísir staðiliga aftur, at hann skal hava gjørt avtaluna við CIP um endurgjald fyri, at CIP ikki slapp at gera Eysturoyartunnilin. Einki er broytt samanborið við tað, sum eg áður havi sagt í hesum málinum, og tað var ikki eg, men landsstýrismaðurin í innlendismálum, sum eftir ráðgeving frá fyrrverandi aðalstjóranum í Innlendismálaráðnum, Rúna Joensen, gjørdi avtaluna, sigur løgmaður. Rúni Joensen segði fyrrapartin fyri kanningarstjóranum í Føroya rætti, at hóast Kári P. Højgaard formliga skrivaði undir, var tað løgmaður, sum gjørdi avtaluna við CIP. Kaj Leo Holm Johannesen segði fyri løgtinginum, tá málið var frammi í fjør, at hann kundi ikki funnið uppá at gjørt eina slíka avtalu, men hetta stendur í andsøgn til tað, sum fyrrverandi aðalstjórin í Innlendismálaráðnum segði fyri kanningarstjóranum, Hans Gammeltoft Hansen, undir vitnisábyrgd. Í eitt marsár hevur rannsóknarbilurin Curiosity, koyrt runt á teimum reyðu fløtunum á gongustjørnini Mars. Eitt ár á Mars, er tað saman sum 687 dagar her á jørðini. Hetta er tíðin tað tekur gongustjørnini at ferðast runt um sólina. Bilurin er á stødd við ein vanligan persónbil, hann vigar eitt tons, verður rikin við kjarnorku og er fullur við alskyns útgerð. Tað seinasta marsárið hevur hann koyrt runt har uppi og gjørt kanningar. Tá ið bilurin hevði føðingardag, spældi hann sangin Til lukku fyri sær sjálvum, og tað er fyrstuferð at ein sangur er spældur á einar aðrari gongustjørni. Curiosity hevur funnið prógv fyri, at einaferð var rennandi reint vatn á Mars. Tað sigur Tina Ibsen, stjørnualisfrøðingur, og hon heldur at tað er tað týdningarmiklasta fundi, rannsóknarfarið hevur funnið. Við at bora nøkur hol og taka royndir úr holinum, er funnið prógv fyri, at einaferð var rennandi reint vatn á Mars mynd í fullari stødd Men enn hevur Couriosity ikki funnið nakað lív. Og tá ið tosa verður um lív, verður ikki hugsa um grønar marsmenn við antennum á høvdinum, men heldur um evarska lítlar einkyknur. Í veruleikanum vita vit ikki, hvørjum sporum av aldargomlum lívið, vit skulu leita eftir, sigur Tina. Í stuttum merkir hetta, at tey ikki ordligani vita, hvat tey skulu leita eftir. Tina vil ikki meta um, um tað hevur verið lív á Mars ella ikki. Fleiri myndir frá rannsóknarfarinum á Mars hava argað granskararnar. Hetta líkist eini rottu sum fer rennandi eftir beru fløtuni, men í veruleikanum er talan um ein stein sum líkist eini rottu Og her sær tað út, sum ein alien situr á einum steini. Men eisini her er talan um ein stein, ið líkist onkrum sum vit kenna frá Jørðini Curiosity hevur koyrt góðar átta kilometrar á mars, og er hann nú á veg niðan á eitt fjall, Mount Sharp, har fleiri áhugaverdar kanningar standa fyri framman. Tað ber ikki til, at ein løgmaður sigur ósatt fyri løgtingum og Føroya fólki, sigur Bárður Nielsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, við tíðindaportalin in.fo. Rúni Joensen, fyrrverandi aðalstjóri í Innlendismálaráðnum, segði fyri kanningarstjóranum, Hans Gammeltoft Hansen, fyrrapartin, at løgmaður samráddist um endurgjaldsavtaluna til CIP, men formliga skrivaði Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, undir avtaluna. Eg kann bara staðfesta, at tað er ongantíð í lagi at siga ósatt, og serstakliga ikki, um talan er um eitt landsstýrisumboð, verður Bárður Nielsen endurgivin fyri at siga á in.fo. Bárður Nielsen sigur, at hann vil síggja, hvat niðurstøðan hjá kanningarstjóranum verður, men er tað rætt, sum Rúni Joensen hevur sagt fyri kanningarstjóranum, eigur tað at fáa avleiðingar fyri løgmann og formannin í Sambandsflokkinum, endurgevur in.fo Bárð Nielsen fyri at siga. Eg eri bæði kløkkur og ørkymlaður av tí, sum er komið fram undir avhoyringunum um leiklutin hjá løgmanni at gera avtaluna við CIP. Jenis av Rana sigur, at tað kom óvart á seg, at løgmaður hevði havt so stóran leiklut at gera avtaluna um endurgjaldið til Copenhagen Infrastructure Partners. Serliga tí løgmaður í løgtinginum hevur sagt, at hann ikki hevði gjørt nakra avtalu við CIP. Rúni Joensen, fyrrverandi aðalstjóri í Innlendismálaráðnum, greiddi í dag kanningarstjóranum í málinum um í Skálafjarðartunlinum frá, at hóast tað var Kári P Højgaard, landsstýrismaður, sum skrivaði undir avtaluna, var tað løgmaður, sum samráddist um avtaluna og de facto gjørdi hana. Har er nógv í málinumn, sum vit ikki hava vitað, men sum vit áttu at vitað, sigur Jenis av Rana. Hann vil ikki siga meira um málið nú, annað enn at hann fer at tosa við løgmann um málið. Bárður Nielsen, tingmaður hjá Sambandsflokkinum, sigur við in.fo, at um hetta er rætt sum er komið fram í rættinum í dag, so eigur hetta at fáa avleiðingar fyri løgmann. Bárður Nielsen sigur, at hann vil síggja, hvat niðurstøðan hjá kanningarstjóranum verður, men er hetta rætt, sum Rúni Joensen førir fram, so eigur tað at fáa avleiðingar. Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, um tað, sum Rúni Joensen, fyrrverandi aðalstjóri, hevur sagt fyri Hans Gammeltoft Hansen, sum er kanningarstjóri i málinum um Skálafjarðartunnilin. Hans Gammeltoft Hansen, kanningarstjóri, eigur at framskunda avhoyringarnar av løgmanni, nú útsagnir hansara fyri Føroya Løgtingi standa í andsøgn við frágreiðingina, sum fyrrverandi aðalstjórin gav í Føroya rætti í dag. Hann heldur, at tað, sum Rúni Joensen hevur sagt undir avhoyringini i málinum um Skalafjarðartunnilin, vigar nógv, ti ein aðalstjori er ikki hvør sum helst. Og í gjárkvøldið samtykti býráðið at játta eina millión krónur afturat teimum trimum, sum býráðið játtaði fyri einum góðum ári síðani. 30.mai í fjør samtykti býráðið at fara undir kanningar og fáa til vegar neyðugu loyvini til stóru havnarútbyggingina . Um Skansan sigur bygginevndin, at samskifti hevur verið við Fornminnisnevndina. Umhvørvið við Skansan skal vera eitt trivnaðarøki eftir útbyggingina. Nýggja havnarlagið verður okkurt um hálvthundrað metrar leyst av fjøruni undir Skansanum, og har verður møguleiki at leggja smábátar. Bygginevndin sigur eisini, at grótið til útbyggingina kann takast úr grótbrotinum á Gluvursnesi. Yvirfriðingarnevndin hevur góðkent, at grótbrotið verður víðkað. Men avtala um gróttøku er ikki gjørd við Búnaðarstovuna enn. Býráðið samtykti í gjárkvøldið við tíggju atkvøðum at játta eina millión krónur til fyrireiking og byggiskrá, og at kanningin, sum lýsir árinini á umhvørvið, verður send Umhvørvisstovuni til góðkenningar. Í einari yvirlýsing sigur Tórshavnar býráð, at við tí fíggjarleisti, sum landsstýrið arbeiðir við, fer Tórshavnar kommuna at hava millum 16 og 20 milliónir krónur ov lítið til tær tænastur, sum longu eru nú. Harafturat verða fleiri tænastur og uppgávur lagdar á kommununa í sambandi við yvirtøkuna á nýggjárinum. Tilvitað fremur landsstýrið eina útjavning, sum kostar Tórshavnar kommunu millum hálvt og heilt prosentstig í kommunuskattinum, siga tey 13 fólkini í býráðnum í Havn. Bjørn Kalsø setti í november í fjør níggju fólk í ein arbeiðsbólk at gera tilmæli um, hvussu sernámsfrøðin skal skipast í framtíðini. Mælt verður fyrst og fremst til at endurskoða lóggávuna og taka ST sáttmálan um rættindi hjá teimum, sum bera brek, við í endurskoðanina. Minni eitt prosent av næmingunum í fólkaskúlanum ganga í serskúla. Tað eru færri enn í grannalondunum. Hetta setur stór krøv til sernámsfrøðiliga økið í fólkaskúlanum, so tað so væl sum til ber er í neyvum samstarvi og greiðum uppgávu og arbeiðsbýti millum førleikastovur og Sernám. Býráðið í Havn var í so bjartskygt, tá tað í fjør roknaði út, hvussu nógv kundi fáast fyri bygningar hjá kommununi, sum skuldu seljast, tí kommunan keypti bygningar frá BankNordik til umsitingina. Býráðið samtykti í gjárkvøldið at brúka 19,5 milliónir krónur til at fíggja ein part av undirskotinum á kontuni keyp og søla. Tórshavnar kommuna fekk 23 milliónir krónur meira í skatti og avgjøldum enn mett í fíggjarætlanina fyri 2013. Á býráðsfundinum í gjárkvøldið varð samtykt, hvussu tær 23 milliónirnar skulu brúkast. Ein millión skal brúkast, so arbeiðið at skriva Havnar søgu kann halda fram. Hálvonnur millión fer til eitt sakarmál, sum kommunan tapti. Og slakar tvær milliónir fara til lønir og annað, nú umsitingin skal fyrireika yvirtøkuna av eldraøkinum og heimatænastuna á nýggjárinum. Umboð fyri Barnabata fara út á skúlarnar eftir summarfrítíðina, og tað fer at taka 30 45 minuttir at svara skrivligu spurningunum frá Barnabata. Tórshavnar býráð samtykti í gjárkvøldið at geva SMS loyvi til at byggja handil og bakarí við Karlamagnusarbreyt, yvir av innkoyringini til skúlan við Løgmannabreyt. Grønlendska fiskiveiðueftirlitið sigur fyri kringvarpinum, at enn er mest talan um russisk skip, sum hava fingið loyvi at fiska makrel. Grønlendsku skipini hava fingið loyvi at fiska 52.0000 tons av kvotuni, sum er tilsamans 100.000 tons. Nevndarformaðurin í Polar Seafood sigur, at tey fara undir fiskiskap fyrsta dagin. Polar Seafood hevur fingið loyvi at fiska 18.000 tons. Polar Seafood ætlar, at fýra skip skulu fiska teirra makrelkvotu. Tvey av teimum verða riggað til í Íslandi og í Føroyum, og fara síðani til Eysturgrønlands. Haraftrat hevur felagið leigað eitt skip, men hvat fjórða skipið verður, er ikki greitt enn, upplýsir Polar Seafood. Royndarfiskiskapurin eftir makreli í grønlendskum sjógvi gekk væl í fjør. Kvotan var 65.000 tons, og av teimum vórðu 52.000 tons fiskað. Royal Greenland fiskaði 10.000 tons, skrivar felagið á heimasíðuni. Tey níggju skipini, sum ikki enn hava fingið loyvi at fiska makrel í grønlendskum sjógvi, eru úr Russlandi, Íslandi, Føroyum og eini oyggj í Karbiska havinum, skrivar KNR. Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, ger nú vart við, at hann ikki heldur tað verða í lagið, at felagsskapir koma til Føroyar og Havnar, at mótmæla grindadrápi á sjálvari tjóðarhátíð okkara ólavsøkuni. Øssur Egholm hevur tosað við borgarstjóran í Havn Í løtuni arbeiða 45 fólk á byggiplássinum í Marknagili. Gólvið í ítróttarhøllini er stoypt, og gólvhiti er eisini lagdur í. Gólvhiti verður somuleiðis lagdur í blokk A, sum er rundi parturin av bygninginum. Umframt stoypiarbeiðið er farið undir at seta betongelement upp, og í næstui viku kemur tann fyrsta stálkonstruksjónin væntandi á byggiplássið. Nýggi miðnámsskúlin, sum skal hýsa Tekniska skúla, Studentaskúlanum og Handilsskúlanum, verður 19.500 fermetrar til víddar, og har fara at ganga tilsamans 1300 næmingar. Mánamorgunin 24. j uni varð Rúni Joensen, að alstjóri í I nnlendismálaráð num, ringdur upp, og varð bið in um at koma inn a skrivstovuna hja løgmanni. Tá Rúni Joensen kom inn til løgmann, segdi løgmaður honum, at hann hevði havt ein telefonfund vid Rune Roin úr CIP hendan morgunin. Hann hevði greitt honum frá, at løgmaður vildi hava lógaruppskotið um Skálafjarðartunnilin aftur fyri løgtingið. Løgmaður segði vid Rúna Joensen, at Innlendismálaráðið hevði gjørt eitt fantastiskt arbeiði, og avtalan vid CIP var ein fantastisk avtala. Men løgmaður vildi ikki skaða hesa stóru successina hjá landsstýrinum við at sáa iva um heimildina fyri avtaluni. Og tí vildi hann hava lógaruppskotið um tunnilin aftur fyri tingið. Eftir hetta broyttist øll tilgongdin at gera sáttmálan um Skálafjarðartunnilin. Krøvini frá CIP blivu harðari, og tónin broyttist í samráðingunum. Í veruleikanum misti landsstýrismaðurin í innlendismálum ræðið á málinum hendan dagin, tí løgmaður tók yvir. Dagin eftir komu menninir frá CIP til Føroya. Mikumorgunin 26. juni skuldu aftur vera samráðingar millum Innlendismálaráðið og CIP. Ætlanin var at byrja klokkan 9. Men Rune Róin úr CIP fór á fund við løgmann. Og tí byrjaðu ongar samraðingar. Eina ferð fór aðalstjórin úr Innlendismálaráðnum á løgmansskrivstovuna at vita, um Rune Róin enn sat hjá løgmanni. Taskan hja Rune Róin stóð uttan fyri skrivstovuna hjá løgmanni, og so fór Rúni Joensen, aftur í Innlendismálaráðið. Drúgv tíð gekk , áð renn Rune Ró in kom aftur, og Rú ni Joensen fór at visa donsku gesturnum runt úti í Tinganesi. Samráðingar byrjaðu so um bædi at gera eina avtalu um Skálafjarðartunnilin, og um at gera eitt lógaruppskot, sum skuldi leggjast fyri tingið. Nú hevði CIP nógv nýggj krøv. Arbeitt bleiv til á midnátt. Dagin eftir 27. juni skuldu samráðingarnar byrja aftur klokkan 9. Men sama søgan endurtók seg. Rune Róin fór fyrst á fund vid løgmann. Um 10 11 tíðina vórðu Rúni Joensen, Kári P. Højgaard og tveir løgfrødingar, umboðandi Innlendismálaráðið og CIP, kallaðir á fund. Rune Róin segði, at um sáttmálin ikki varð undirskrivaður, skuldi CIP hava eitt endurgjald. Tað var løgmaður, sum hevdi orðið vegna landsstýrið. Tá avtalan um endurgjald varð gjørd, vildi Rune Roin hava løgmann at skriva undir avtaluna. Men tað vildi løgmaður ikki. Hann vildi hava Kára P. Højgaard at skriva undir, ti tað var Kári P. Højgaard, sum umsat málsøkið. Runi Joensen segði soleiðis í Føroya rætti Tú kanst siga, at Kári P. Højgaard formliga gjørdi avtaluna, tí tað var hann, sum skrivaði undir. Men de facto var tað løgmaður, sum gjørdi avtaluna . Oman fyri húsini á Velbastað, sum listamaðurin Kári Svensson bygdi sær fyri tíggju árum síðani, hevur hann eitt stórt og rúmligt atlier, har hann málar so at siga hvønn dag. Og tað kann oftani ganga harliga fyri seg í atlierinum. Onkuntíð kemur tað fyri seg, at hann rennur seg fastan við einum málningi. Tá hjálpir tað at avreagerað og tá er trummusettið hent. Eg tosi ofta við málningarnar, fyri at vita hvat teir vilja hava meg at gera, fortelur Kári. Hann sigur, at onkuntíð er støðan so spent millum málaran og málningin, at hann skeldar málningin út. Og tað er komið fyri, at hann er rýmdir úr atlierinum við havgron. Fyri summi ljóðar hetta undarligt, men góð list krevur innliving, og tí fari eg djúpt inn í meg sjálvan, fyri at fáa tað rætta fram á løriftinum, sigur Kári Svensson Sjálvt um tað er náttúruvakurt á Velbastað, so hevur hann bygt atlieriið soleiðis, at har eru ongi vindeygu, men bert takvindeygu, sum loyva dagsljósinum inn. Tað órógvar meg at síggja út á fjørðin, ella tað vakra vesturskinið ið her er. Síggi eg tað, so siti eg bara og filosoferi og tá kemur onki burturúr, sigur Kári Svensson. Ofta er tað einsligt at mála á Velbastað, men tað er í einseminum at man far frið og tíð, at fara djúpt inn í seg sjálvan og tá kemur ofta tað besta burturúr, sigur Kári Svensson. Tað var um seks tíðina leygarmorgunin, at boð vórðu eftir løgreglu, tí tveir menn vóru í hornatøkum í miðbýnum í Havn. Ein triði maður royndi at sissa menni nar og legði uppí. Endin var, at ein teirra datt. Maðurin, sum datt, varð fluttur á Landssjúkrahúsið, og tað vísti seg, at hann hevði brotið beinið í fleiri støðum. Hann er framvegis á innlagdur. ALS hevur umleið 30 milliónir krónur í hali, hóast arbeiðsloysið er lítið. Magni á Deild Olsen, stjóri, sigur, at tað ber ikki til at fáa hallið burtur, uttan at skipanin verður broytt. Tá ein lisitasjón er umvend er kostnaðurin, fermetraprísurin, fastur. Og so siga byggifeløgini, sum bjóða, hvat tey kunnu lata fyri tann prísin. Aksel V. Johannesen var sjálvur avhoyrdur av Hans Gammeltoft Hansen, kanningarstjóra í gjár, og formaðurin í Javnaðarflokkinum heldur, at støðan er sera álvarslig, eftir at fyrrverandi aðalstjórin undir revsiábyrgd segði, at løgmaður var tann, sum gjørdi endurgjaldsavtaluna við CIP. Andstøðan legði í fjør misálit á løgmann, tá ið tað gjørdist greitt, at hann hevði verið á fundi við CIP, hóast løgmaður segði seg ikki hava verið. Nú er støðan so enn meira álvarslig, tí løgmaður eftir øllum at døma einsamallur gjørdi break fee avtaluna, sigur Aksel V. Johannesen við in.fo. Fíggjarstøðan hjá Miðlahúsinum er so ring higartil í ár, at neyðugt er at siga fólk úr starvi, trimma raksturin og broyta mannagongdir. Starvsfólkini fingu boð um í gjár, at tvey fólk skulu sigast upp, men hesi fáa tó í boði at arbeiða í leyst tilknýttum størvum. Talan kann eisini verða um at lækka lønina hjá starvsfólkunum. 109 lærarar bíða eftir at sleppa at taka útbúgvingina, og tað er ikki nøktandi, heldur Kári Jespersen, formaður í Yrkisfelagnum Miðnám, sum er felagið hjá lærarum á miðnámsskúlunum. Sambært fíggjarlógini skulu 20 25 lærarar fáa verkliga partin avgreiddan í ár, og sostatt skuldi bíðilistin verið burtur um 3 4 ár. Nýggju motorarnir 500 hestar hvør eru settir í, men meðan maskinrúmið verður málað, og annað verður gjørt liðugt, eru motararnir tiknir úr skipinum. Teir verða setir í aftur í næstu viku, og tá verður Sildberin flotaður, og motararnir avrættaðir, sigur Jóan Petur Abrahamsen, tekniskur leiðari á Strandferðsluni. Síðani verða nakrir royndartúrar gjørdir á farleiðini millum Skúvoy og Sand, og manningin skal eisini fáa stundir at læra skipið at kenna. Strandfaraskip Landsins fingu eina millión krónur í eykajáttan til at umbyggja og umvæla nýkeypta skúvoyarskipið Sildberan. Neyðugt varð við eykajáttan, tí tilboðið upp á umvælingararbeiðið var eina millión hægri, enn upprunlaiga mett. Í umbønini um eykajáttan til Sildberan stóð, at meirkostnaðurin millum annað stóðst av, at ein krani skuldi keypast, sum kann lyfta 800 kg, soleiðis at plattar kunnu flytast. T að var ynski frá skúvoyingum. Eisini vórðu eyka krøv um rýmingarleiðir og um nýggja sprinklaraskipan og motorarnir kostaðu meira enn væntað. Útreiðslurnar at seta motrarnar í , 600.000 krónur, vóru av misgáum ikki komnar við í játtanarumbønina. Ætlanin var upprunaliga, at nýggi Sildberin skuldi setast í sigling um Skúvoyarfjørð fyrst í mai, men tann ætlanin helt ikki. Nú fer Sildberin í sigling í seinnu helvt av juli. Hans Gammeltoft Hansen, kanningarstjóri, sigur, at fyribils eru bara ætlanir um tríggjar avhoyringar aftrat. Tey, sum skulu avhoyrast, eru Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, Kári P. Høgjaard, fyrrverandi landsstýrismaður í innlendismálum, og Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri. Hesar avhoyringarnar verða í Føroyum um mánaðarskiftið august september. Í løtuni verður roynt at finna fram til, hvørjar dagar avhoyringarnar verða, soleiðis at tað liggur fyri hjá teimum, sum skulu avhoyrast. Enn hevur Hans Gammeltoft Hansen ikki gjørt av, um fleiri enn hesi trý skulu avhoyrast. Spurdur, nær umboðini hjá CIP skulu avhoyrast, sigur kanningarstjórin, at tað er ikki vist, at tey verða avhoyrd. Tað er støða ikki tikin til enn, sigur hann, og vil ikki gera fleiri viðmerkingar til tað málið. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, hevur higartil víst aftur, at hann skal hava gjørt avtaluna við CIP um eina millión í endurgjaldi, varð avtalan um Skálafjarðartunnilin av ongum. Men undir avhoyringunum í gjár segði Rúni Joensen, fyrrverandi aðalstjóri í Innlendismálaráðnum, at tað var løgmaður, sum samráddist við CIP og de facto gjørdi avtaluna. Hetta eigur at fáa kanningarstjóran at framskunda avhoyringarnar av løgmanni, segði Bjørn á Heygum, advokatur, við Kringvarpið í gjár. Spurdur, um hann ætlar sær at gera eftir ráðunum at framskunda avhoyringarnar, sigur Hans Gammeltoft Hansen, at hann hevur hoyrt, at fleiri viðmerkingar hava veriðum tað, sum kom fram undir avhoyringunum. Men kanningarstjórin sigur, at hann hevur lagt eina tíðarætlan fyri kanningarnar, og sum útgangsstøði ætlar hann sær at halda hana. Fleiri viðmerkingar hevur Hans Gammeltoft Hansen ikki til áheitanina hjá Bjørn á Heygum. Tey, sum higartil eru avhoyrd, eru Sjúrður Rasmussen, ráðgevi á Løgmansskrivstovuni, Nella Festirstein, fyrrverandi deildarstjóri í Innlendismálaráðnum, Rúni Joensen, fyrrverandi aðalstjóri í Innlendismálaráðnum, Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, og Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi. Tað er um vikuskiftið at danski kærleiksleikurin verður sýndur á Tjóðpallinum. Føroyska Durita Dahl Andreasen hevur lært til sjónleikara, og nú er hon komin heim vísa fram leikin, sum var hennara endaliga projekt. Vit hittu Duritu og Nannu Cecilie Bang fyrr í dag. Ikki nógvir føroyingar velja at fara til skotlands at lesa. Men Rakul Jónheðinsdóttir Tróndheim sigur hon hevði hug at royna okkurt land har man ikki tosar sítt fyrsta ella annað mál. Valið fall á Stirling, og nú er hon vorðin bachelor í religión og enskum, men serliga er tað bókmentir sum henni dámar sera væl. Í ár fekk hon so hægsta próvtalið, og fekk eina virðisløn frá skúlanum fyri avrikið. Rakul Jónheðinsdóttir Tróndheim fer nú undir víðari lestur á KU, sum er lærdi háskúlin í Keypmannahavn. Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, ætlar at gera eina roynd aftrat fáa politiska semju á miðlaøkinum, sum kann tryggja fíggjarliga grundarlagið bæði hjá amenna kringvarpinum og privatu miðlunum. Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur gjørt eitt uppskot um, at Kringvarpið skal missa lýsingarinntøkurnar, sum privatu miðlarnir einsamallir skulu fáa. Afturfyri skal meirvirðisgjaldið av kringvarpsgjaldinum takast av, og peningurin, sum tá verður tøkur, skal býtast millum Krinvarpið og tey, sum rinda kringvarpsgjald. so gjaldið kann lækka. Skal tað vera ókeypis at koyra ígjøgnum Vágatunnilin, má landið taka á seg útreiðslurnar til viðlíkahaldið. Men viðlíkahaldið av landsvegakervinum er fleiri hundrað milliónir í afturhond, og tí verður hildið vert at umhugsa at varðveita bummgjaldið. Ein vanligur bilur við kubba rindar, sum er, 50 krónur fyri túrin, og fer tann prísurin niður í 25 krónur, verður nóg mikið í kassanum til alt vanligt viðlíkahald. Tíðin hjá Magnusi í 50 metur frí finaluni var 23.28 sekund. Tíðin er nýtt persónligt met hjá Magnusi. Gamla metið var 23.64 sek. sett í 2012 Svimjing.com skrivar, at frísvimjing er ikki fremsta sergrein hjá Magnusi, og tí verður spennandi at síggja, hvussu tað fer at ganga í til dømis 50 metra ryggsvimjing. Nú tvær vikur eru farnar, síðani Føroyar og ES gjørdu avtalu fyri 2014 um norðhavssildina, koma fyrstu politisku viðmerkingarnar úr Noreg og Íslandi. Í einari felags yvirlýsing undrast Elisabeth Aspaker og Sigurður Ingi Jóhannsson, fiskimálaráðharrar, á, at Føroyar og ES høvdu drúgvar og intensar samráðingar um norðhavssildina uttan at siga hinum strandarlondunum frá. Ráðharrarnir undrast eisini á, at ES hevur góðtikið, at føroyska kvotan í ár er 40.000 tons, hóast strandarlondini, eisini ES, í mars í ár samdust um, at føroyska kvotan var góð 20.000 tons. Elisabeth Aspaker og Sigurður Ingi Jóhannsson eru ikki samd við ES, sum sigur, at ES og Føroyar eru vorðin samd um at steðga føroyska sildafiskiskapinum, sum ikki var burðardyggur. Ráðharrarnir siga í felags yvirlýsingini, at føroyska kvotan í ár ger, at meira norðhavssild verður fiskað í ár enn fiskifrøðingar halda vera ráðiligt. Elisabeth Aspaker og Sigurður Ingi Jóhannsson minna á, at øll strandarlondini, eisini ES og Føroyar, eru samd um at endurskoða býtislykilin fyri norðhavssildina í heyst. Og so leingi nýggjur býtislykil ikki er gjørdur, eigur einki strandarland at góðtaka kravið hjá øðrum strandarlandi um størri kvotu enn landið eigur sambært galdandi býtislykli frá 2006. Og munur er eisini á leiðaralønini. 1 731 leiðarar hava meira enn 300.000 krónur í tøkari inntøku um árið. Og av teimum eru bara 108, seks prosent, kvinnur. Byrjað varð at bora brunnin, ið liggur 70 fjórðingar í ein landsynning úr Føroyum, í mai 2014. Boripallurin West Hercules boraði brunnin á 450 metra dýpi. Vantandi kapping á føroyska sethúsamarknaðinum um realkredittlán kostar samfelagnum millum tíggju og 22 milliónir krónur í beinleiðis brúkaratapi um árið. Harumframt eru goymdir kostnaðir, tí brúkarar velja realkredittlán frá. Sambært kanning hjá Kappingareftirlitinum er umsitingargjaldið á føroyskum realkredittlánum nærum tríggjar ferðir so stórt sum í Danmark. Var virkin kapping í Føroyum, skuldi umsitingargjaldið verið tað sama sum í Danmark, tí ongar objektivar orsøkir eru til, at umsitingargjaldið er hægri í Føroyum. BankNordik, sum fekk niðurstøðuna hjá Kappingareftirlitinum til hoyringar, boðaði týsdagin frá, at hann lækkar umsitingargjaldið fyri realkredtittlán 1.oktober. ES boykottið hevði við sær, at seljast mátti á marknaðum, har prísurin var lægri, flutningskostnaðurin hækkaði, og tilfeingisgjaldið hækkaði góðar 7 milliónir krónur, upp í góðar 20 milliónir krónur Tilmælini frá ávíkavist Havstovuni og Fiskidaganevndini um fiskidagatal eru so ymisk, at tað er nærum ógjørligt hjá politikarunum at taka støðu til. Fiskidaganevndin mælir til sama fiskidagatal sum í fjør, og metir, at botnfiskastovnarnir eru óvanliga væl fyri. Samstundis heldur Havstovan í sínum tilmæli uppá, at støðan í fiskivinnuni er hættislig, og at serliga stovnarnir av hýsu og toski mugu metast at vera í undantaksstøðu. Fiskidaganevndin er mannað av umboðum frá fiskiflotanum, og byggir sína meting á eina samrøðukanning við fiskimenn. Havstovan, sum hevur til uppgávu at halda eyga við fiskastovnunum, byggir sína meting á yvirlitstrolingar og náttúruvísindaligar kanningar. Havstovan mælir til ein niðurskur av fiskidøgunum upp á 25 , til stovnarnir eru komnir fyri seg aftur. Fleiri evni vóru á fundarskránni í Íslandi, men ovast stóðu trupulleikarnir, sum eitt nú Apoteksverkið hevur at útflyta heilivág til Íslands. Í Íslandi eru kundar, sum vilja hava Apoteksverkið at gera ávís sløg av heilivági fyri seg, og at keypa hann. Men tað hevur víst seg at verið lættari sagt enn gjørt . Ísland er við í EBS samstarvinum millum ES og EFTA londini. Og tann sáttmálin er oman fyri Hoyvíkssáttmálan millum Føroyar og Ísland. Sambært EBS samstarvinum eru Føroyar triðjaland. Á fundinum í Íslandi í gjár vórðu trupulleikarnir hjá føroyska Apoteksverkinum umrøddir, og Áki Johansen sigur, at íslendingar viðurkenna, at trupulleikin liggur hjá teimum. Sambært Hoyvíkssáttmálanum er ikki loyvi at gera mismun millum íslendskar og føroyskar vørur, um framleiðslan annars er á sama stigi, og íslendingar fara nú at vita, um talan er um lógir, sum forða, ella um talan bara eru um mannagongdir, sum skulu broytast. Er talan um lógir, sum skulu broytast í Altinginum, so tekur tað eitt sindur av tíð, men er talan bara um mannagongdir, so eigur at verða skjótari. Tað ber ikki til at siga, nær klárt verður at útflyta heilivág til Íslands, men Áki Johansen, sigur, at íslendingar nú fara at rudda slóð fyri føroyskum medisini á íslendska marknaðinum. Felagsskapir, ið ætla at skipa fyri mótmælistiltøkum á ólavsøku, men sum ikki hava fingið loyvi frá Tórshavnar kommunu, verða vístir tíl øki uttan fyri sjálvt ólavsøkuøkið. Heðin Mortensen, borgarstjóri , sigur, at Tórshavnar kommuna góðtekur ikki, at útlendiskir felagsskapir mótmæla grindadrápi á ólavsøku. Starvsmannafelagið undrast á, at Almannamálaráðið flytur í Tinganes, nú arbeiðsbólkur, sum er settur at endurskoða miðfyrisitingina, mælir til, at miðfyrisitingin verður savnað í eina lon. Ráðið hevur higartil húsast í hølunum hjá Landssjúkrahúsinum á Eirargarði, undir sama taki sum Heilsumálaráðið, og ráðini hava samstarvað nógv. Nøkur starvsfólk hava tikið sær av dupultfunktiónunum, sum eru í Heilsumálaráðnum og Almannamálaráðnum, og tað er týdningarmikið at sáttmálarnir hjá teimum starvsfólkunum verða virdir, sigur Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum Dansk afrikanska songkvinnan Barbara Moleko skal syngja á Voxbotn. Barbara hevur kendar sangir í heimlandinum, sum Dum for dig og samstarvinum við L.O.C. við sanginum Helt min egen , ið lá nummar eitt á donsku hittlistunum og sum hon eisini fer á pallin at syngja saman við L.O.C. Tað er eingin orsøk at falla í fátt, hóast eingi kolvetni vóru at finna í Brugdan 2, sum Statoil hevur borað. Tað sigur Jan Múller, stjóri í Føroya Oljuídnaðarbólki, sum umboðar øll oljufeløgini sum eru virkin við Føroyar. Statoil fer nú at bora eitt annað hol eystari á landgrunninum, og har eru bæði olja og gass funnin tætt við. Jan Múller vísir á, at á øllum øðrum oljuleiðum eru nógv fleiri brunnar boraðir, áðren olja varð funnin Kappingareftirlitið sigur, at bankarnir taka ov nógv fyri at umsita realkreditlán. Kappingarráðið skal avgera, um bankarnir fáa boð um at lækka gjaldið. BankNordik sigur, at kanningin er long og áhugaverd, men bankin leggur samstundis Kappingareftirlitið undir at hava gjørt grundleggjandi roknivillur, sum tíverri gera niðurstøðuna heilt skeiva. Hálvdan Gudmundsen, limur í Fiskidaganevndini og formaður í felagnum Línuskip, heldur eisini, at fiskimenninir hava eitt avgerandi íkast at meta um fiskastovnarnar. Tað eru fiskimenninir, sum eru úti alt árið, og sum hava besta møguleikan at fylgja við, hvussu nógv lív er í sjónum, sigur hann. Tað kann hava týdning fyri góðkenningina av miðnámsskúlaútbúgvginunum uttanlands, at miðnámsskúlalærarar ikki hava námsfrøðiligu útbúgvingina, sum er eitt lógarkrav. Í fjør tóku nakrir lærarar verkliga partin, og 35 fara undir ástøðiliga partin í heyst. Í ár byrja eisini 20 lærarar at taka tann verkliga partin. Nú, hálvthundrað ár aftaná, er talið farið upp um 200.000, og umstøðurnar at avgreiða fleiri ferðafólk eru vorðnar upp aftur betri við teirri útbygging, sum nú er tikin í nýtslu bæði flogvøllur og farstøð. 365 milliónir krónur eru brúktar til størstu einstøku útbygging, síðani bretar undir krígnum bygdu flogvøllin í Vágum. Hann fer væntandi í nógv ár at røkja sambandið við útheimin og um ræður at fáa so nógv burtur úr íløguni, sum til ber, til gagns fyri tey, sum ferðast um Vága floghavn og fyri alt samfelagið. Jákup Sverri Kass er stjóri í Vága floghavn, og frá størvum hjá bæði Atlantic Airways og Smyril Line hevur hann tann fyrimun eisini at kenna ferðavinnuna, ið hevur sett sær fyri at økja um talið á ferðafólki og tað, vinnan kastar av sær. Næmingar, sum eru fyltir 18 ár, kunnu ikki ganga í Skúlan á Trøðni, tí tá fella teir fyri aldursmarkinum, men einki lógarásett tilboð er til fólk við menningartarni eftir hetta. Løgreglan er væl útgjørd, skuldi tað komið til samanbrestir millum grindabátar og bátar hjá Sea Shepherd. Politiið hevur fingið bæði útgerð og servand løgreglufók at hjálpa sær. Men uppgávan kann verða torfør, tí løgreglan skal bæði verja rættin hjá føroyingum at drepa grind og rættin hjá Sea Shepherd at mótmæla á lógligan hátt, sjálvandi. Landsgrannskoðanin hevur ár undan ári funnist hvassliga at, at landið ikki hevur havt nøktandi yvirlit yvir hesar ovurstóru skyldurnar, at posturin ikki hevur verið við í landsroknskapinum, umframt at tað heldur ikki hevur verið lagt uppfyri vaksandi útgjøldunum fíggjarliga. Gjaldstovan hevur seinastu árini arbeitt við at skráseta tænastumannaskyldurnar og fingið ein aktuar at meta um, hvat tað hevði kostað, um landið hevði keypt seg leyst frá sínum skyldum nú. Úrslitið er, at nettoskylda landskassans er 3,3 milliardir krónur og tá eru skyldurnar til løgtings og landsstýrisfólk IKKI taldar við. Landskassin hevur skyldu at rinda teimum eftirløn, sum hava verið tænastumenn, løgmenn, landsstýrisfólk ella løgtingsfólk. Somuleiðis hevur landskassin partvísa og fulla skyldu fyri lærarar í fólkaskúlanum, á Sernámsdeplinum, í Adventistaskúlanum, á teknisku skúlunum, handilsskúlunum, Føroya Læraraskúla og fyri pedagogum á forsorgarstovnum, umframt á øðrum økjum, sum Føroyar hava yvirtikið úr Danmark. Sum nevnt er uppgjørda upphæddin 3,3 milliardir krónur, men mett verður, at skyldurnar móti løgmonnum, landsstýris og tingfólki telja nakrar hundrað millónir afturat, og so verður úrslitið, at landskassin er bundin av skyldum til eftirløn til tænastumenn og onnur fyri í øllum førum hálvafjórðu milliard krónur. Í frágreiðingum seinastu mongu árini hevur Landsgrannskoðanin víst á, at umsitingin av tænastumannaeftirlønum als ikki hevur verið nøktandi. at samlaðu eftirlønarskyldurnar hjá landinum ikki hava verið tiknar við í landsroknskapinum, at eftirlønaraldur og annað hjá tænastumonnum ikki hevur verið skrásett á ein skipaðan hátt, at fullfíggjað yvirlit ikki hevur verið yvir allar tænastumenn, ið eru ella hava verið í starvi, at vissa hevur verið fyri, at øll, ið hava eftirlønarrættindi, fáa eftirløn, herímillum hjúnafelagar og børn o.s.fr., og vandi hevur verið fyri, at fleiri av órøttum verða gloymd, Eisini hevur landsgrannskoðanin gjøgnum tíðirnar funnist at, at ongar metingar finnast av vøkstrinum í landsins útreiðslum til tænastumannaeftirlønir komandi 5, 10 ella 20 árini. Skiftandi landsstýrisfólk í fíggjarmálum hava lovað bót og bata, og sum nevnt so hevur Gjaldstovan leingi arbeitt við at skráseta stóru skyldurnar. Enn manglar yvirlit yvir, hvussu nógv løgtings og landsstýrisfólk eiga til góðar hjá landskassanum, umframt at fáa lagt uppfyri hesar stóru skyldur. Í fjørheyst segði landsstýrismaðurin í fíggjarmálum við landsgrannskoðanina, at hann heldur tænastumanna eftirlønirnar nú vera nøktandi umsitnar. Stórt sæð alt tilfar er fingið til vega, og tað síðsta verður skrásett nú, segði landsstýrismaðurin í oktober mánaði. 5 mannafør dreingir 1 Fípan Fagra 05 04.18 2 Blikur 05 05.13 3 Frúgvin 05 12.17 4 Ternan 05 14.16 5 Jallurin 05 17.03 6 Tekla 05 23.12 Um limur í Pedagogfelagnum ikki heldur sínar limaskyldur, kann felagið í evsta føri koyra viðkomandi úr felagnum, stendur at lesa í grein 6 í lógini hjá Føroya Pedagogfelag. Hetta minnir Pedagogfelagið limir sínar á í almennari lýsing, tí arbeiðssteðgur og verkbann á forskúlunum fyri limir í Pedagogfelagnum standa við. Maud Wang Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum, sigur, at tað hevur týdning, at limirnir standa saman um forskúlaverkbannið. Kommunurnar ætla nú at søkja eftir námsfrøðingum til forskúlarnar, samstundis sum Føroya Pedagogfelag hevur noktað limum sínum at søkja hesi størvini, tí tey ikki eru flokkað, og arbeiðssteðgur av somu orsøk er lýstur at koma í gildi beinanvegin, tað nýggja skúlaárið byrjar. Pedagogfelagið heldur fast um, at námsfrøðingar og lærarar í forskúlunum skulu hava somu løn, tí tey sambært forskúlakunngerðini eru felags um arbeiðið. 6 mannafør menn 1 Hvessingur 04 54.22 2 Páll Fangi 04 57.01 3 Jarnbardur 04 58.03 4 Tvørabáturin 04 59.08 5 Rádni 04 59.18 6 Sølmundur 05 00.14 7 Lómur 05 01.14 8 Gongurólvur 05 03.17 9 Smyril 05 06.19 Býráðslimirnir í Havn skulu kortini ikki rinda dagbøtur, nú kommunan hevur leysgivið skjølini, sum stríðið við kærumyndugleikan snúði seg um. Eftir at Kommunala Eftirlitið fyrr í mánaðinum fór undir at fyrireika at brúka heimildina at útskriva dagbøtur til býráðslimirnar í Havn, tí kommunan ikki vildi útflýggja nøkur skjøl, hevur kommunan latið innlit, og í næstu viku skal Mentamálaráðið, sum er kærumyndugleiki, so svara Kommunala Eftirlitinum, um hetta er nøktandi, ella um málið skal halda fram. Málið snýr seg um, at Tórshavnar kommuna noktaði kærumyndugleikanum, altso í hesum føri Mentamálaráðnum, at fáa innlit í eitt mál, sum ráðið skuldi taka støðu til. Talan er um eitt uppsagnarmál, og skjølini eru brúkt sum grundarlag í einum hoyringarskrivi um uppsøgn. Persónurin, ið er komin í klemmu í ósemjuni, er eitt starvsfólk á einum dagsstovni, og viðkomandi fekk 20. mars hoyringarskriv um uppsøgn frá kommununi. Starvsfólkið, sum er álitisfólk og trygdarumboð á dagsstovninum, tekur ikki undir við tí, sum stendur í hoyringarskrivinum, og hevur síðani kært til Mentamálaráðið, ið er kærumyndugleiki fyri dagsstovnaøkið. Mentamálaráðið bað so um at fáa útflýggjað øll viðkomandi skjøl, men Tórshavnar Kommuna noktaði við tí grundgeving, at Mentamálaráðið slett ikki er rætti kærumyndugleiki. Tí kom Kommunala Eftirlitið upp í leikin. 5 mannafør gentur 1 Silja 05 27.21 2 Drekin 05 28.24 3 Blikur 05 31.02 4 Spógvin 05 31.10 5 Jallurin 05 32.01 6 Fípan Fagra 05 32.01 7 Sílið 05 36.07 8 Ørnin 05 45.19 Nógv hevur verið tosað um, at Føroyar skuldu verða vertir fyri Oyggjaleikunum í 2019. Men hetta prátið er nú liðugt, tí á ársfundinum hjá Oyggjaleikanevndini í Jersey í dag boðaði Petur Elias Petersen ÍSF forseti frá, at vit kunnu kortini ikki átaka okkum leikirnar. Vit hava ikki tær neyðugu 12 ítróttargreinarnar uppá pláss og tí kunnu vit ikki skipa fyri leikunum í 2019 sum ætlað. Vit hava hildið og vónað, at alt kom uppá pláss, men so varð ikki, segði Petur Elias Petersen í samrøðu við Brynhild Thomsen í Útvarpinum í kvøld. Hann vísir á, at tiltakið er vorið so mikið stórt, at Oyggjaleikirnir í Jersey næsta ár verða størsta ítróttartiltak í Evropa í 2015. Tí ber tað ikki til at bjóða seg fram og bara vóna, at alt verður liðugt. Hann heldur, at politikararnir hava arbeitt seinni enn væntað at fáa tær neyðugu umstøðurnar til allar ítróttargreinarnar. Tað ber ikki til bara at vóna og halda. Alt skal vera liðugt áðrenn vit aftur bjóða okkum fram at hava Oyggjaleikirnar, sigur Petur Elias Petersen. Bæði hjá kvinnum og gentum í 5 mannaførum fóru fuglfirðingar við sigrinum. Hjá kvinnum vann Erla Kongsdóttir og hjá gentum Silja. Suðringarnir umborð á Hvessingi vunnu tryggan sigur á Páll Fanga, og hjá áttamannaførum vann Knørrur úr Havn hesaferð á Kvívíkingi. 5 mannafør dreingir 1 Fípan Fagra 05 04.18 2 Blikur 05 05.13 3 Frúgvin 05 12.17 4 Ternan 05 14.16 5 Jallurin 05 17.03 6 Tekla 05 23.12 5 mannafør dreingir Støðan í FM 1 Fípan Fagra 27 2 Blikur 25 3 Frúgvin 18 4 Jallurin 17 5 Ternan 13 6 Tekla 7 7 Hvassi 4 6 mannafør kvinnur 1 Jarnbardur 05 18.12 2 Lómur 05 21.14 3 Sølmundur 05 27.05 6 mannafør kvinnur Støðan í FM 1 Jarnbardur 28 2 Lómur 23 3 Sølmundur 21 5 mannafør gentur 1 Silja 05 27.21 2 Drekin 05 28.24 3 Jallurin 05 32.01 4 Fípan Fagra 05 32.01 5 Sílið 05 36.07 6 Ørnin 05 45.19 Spógvin Blikur 5 mannafør gentur Støðan í FM 1 Drekin 25 2 Silja 22 3 Fípan Fagra 21 4 Jallurin 19 5 Blikur 10 6 Spógvin 7 7 Ørnin 4 8 Sílið 4 5 mannafør kvinnur 1 Erla Kongsdóttir 05 21.07 2 Havfrúgvin 05 24.02 3 Teistin 05 36.21 4 Blikur 05 37.05 5 mannafør kvinnur Støðan í FM 1 Erla Kongsdóttir 28 2 Havfrúgvin 23 3 Teistin 21 4 Blikur 16 6 mannafør menn 1 Hvessingur 04 54.22 2 Páll Fangi 04 57.01 3 Jarnbardur 04 58.03 4 Tvørabáturin 04 59.08 5 Rádni 04 59.18 6 Sølmundur 05 00.14 7 Lómur 05 01.14 8 Gongurólvur 05 03.17 9 Smyril 05 06.19 6 mannafør menn Støðan í FM 1 Hvessingur 25 2 Jarnbardur 23 3 Sølmundur 17 4 Páll Fangi 13 5 Tvørabáturin 10 6 Rádni 10 7 Gongurólvur 7 8 Lómur 5 9 Smyril 2 8 mannafør 1 Knørrur 04 36.07 2 Kvívíkingur 04 36.10 3 Miðvingur 04 38.06 4 Argjabáturin 04 38.23 8 mannafør Støðan í FM 1 Kvívíkingur 27 2 Knørrur 24 3 Argjabáturin 19 4 Miðvingur 18 5 Gullbrandur 3 10 mannafør 1 Drekin Reyði 04 29.09 2 Eysturoyingur 04 38.02 3 Havnarbáturin 04 38.24 4 Ormurin Langi RK 04 46.13 10 mannafør Støðan í FM 1 Drekin Reyði 28 2 Havnarbáturin 22 3 Eysturoyingur 18 4 Ormurin Langi RK 17 5 Klaksvíkingur 6 Eg havi als ikki mist trúnna uppá oljuleiting við Føroyar. Hetta sigur Petur Joensen, stjóri á Jarðfeingi, við heimasíðuna portal.fo, nú tað vísti seg at brunnurin Brugdan 2 var turrur. Sannlíkindini fyri ikki at finna nakað eru altíð størri enn at finna. Men sjálvandi er hetta sera spell fyri bæði oljufeløgini og Føroyar, sigur hann við Portalin. Spurdur um hann hevur mist trúnna uppá eina oljuleiting, svarar stjórin á Jarðfeingi, at tað hevur hann als ikki, og at vit mugu minnast til, at føroyski landgrunnurin er eitt lutvíst nýtt leitiøki. Petur Joensen vísir annars á, at síggja vit alt hetta í størri heild, so er tað eingin vanlukka, at leitibrunnar eru turrir, tí vit hava við tí nógva oljuvirkseminum longu gjørt nakað, sum líkist einum fundi, sigur also stjórin á Jarðfeingi við heimasíðuna portal.fo. Hetta hendir sum aftursvar uppá raketálop, sum seinastu dagarnar eru komin úr Gaza. Sambært ísraelska herðinum eru 23 rakettir skotnar móti Ísrael úr Gaza seinastu tvær vikurnar. Spenningurin millum ísraelar og palestinar hevur verið stórur síðan 13. juni, tá tríggir ísraelskir tannáringar hvurvu á Vestara Áarbakka. Sambært keldum í Palestina drupu ísraelskir herðmenn tveir palestinskar menn, meðan teir leitaðu eftir horvnu tannáringunum. Ísrael sigur, at mann vil bæði finna tannáringarnar og vikna um Hamas, sum er undir illgruna fyri at hava tikið tannáringarnar til gíslar. Palestinski forsætisráðharrin, Mahmoud Abbars, hevur tikið frástøðu frá gíslatøkuni. Hetta hendir sum aftursvar uppá raketálop, sum seinastu dagarnar eru komin úr Gaza. Sambært ísraelska herðinum eru 23 rakettir skotnar móti Ísrael úr Gaza seinastu tvær vikurnar. Spenningurin millum ísraelar og palestinar hevur verið stórur síðan 13. juni, tá tríggir ísraelskir tannáringar hvurvu á Vestara Áarbakka. Sambært keldum í Palestina drupu ísraelskir herðmenn tveir palestinskar menn, meðan teir leitaðu eftir horvnu tannáringunum. Ísrael sigur, at mann vil bæði finna tannáringarnar og vikna um Hamas, sum er undir illgruna fyri at hava tikið tannáringarnar til gíslar. Palestinski forsætisráðharrin, Mahmoud Abbars, hevur tikið frástøðu frá gíslatøkuni. Jógvan Skorheim, borgarstjóri, hevur havt framløgu fyri Orkney Island Council um, hvussu býráðið virkar fyri trivnaði og menning í Klaksvíkar kommunu. Somuleiðis hevur Jóannes V. Hansen, sendimaður, havt framløgu um stjórnmál og býtið millum land og kommunu í Føroyum. Harumframt hevur býráðið havt fund við umboð fyri European Marine Energy Centre, Nordic Studies Centre og Visit Scotland. Eisini hevur býráðið kunnað seg um royndirnar hjá Orknoyggjum við cruise skipum. Klaksvík og Kirkwall hava nógv til felags og kunnu læra nógv av hvørjum øðrum. Tað hevur týdning at kunna seg um, hvussu aðrir býir leggja síni viðurskifti til rættis, og býráðið hevur fingið mong góð hugskot við sær í skjáttuna , sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri. Smáar oyggjar virka fyri tað mesta við brennievni, sum kemur sjó ella luftvegis. Men nú vilja granskarar kanna, hvørjir aðrir orkumøguleikar eru. Í mars 2012 kunngjørdi Landsverk eina kanning av prísmununum millum ymisku hættirnar at fíggja undirsjóvartunlarnar til Eysturoynna og Sandoynna. Uppritið gjørdi tað greitt frá, at prísurin at koyra gjøgnum tunlarnar var nógv hægstur, um tunlarnir blivu fíggjaðir av privatum. Ein háttur at fáa eina bíligari rentu, er um allir undirsjóvartunlarnir verða lagdir saman í eitt felag, tí so kunna Skálafjarðar og Sandoyartunnilin fáa eina lægri rentu upp á frívirði í Norðoya og Vágatunlinum. Harumframt eru eisini fleiri aðrir møguleikar at finna ávís samstarv millum privata og almenna fígging. Men dýrasta loysnin fyri brúkaran er ein privat loysn, har tað almenna ikki veitur nakað slag av trygd fyri íløguna. Landsverk hevur heldur ikki dult fyri, at Landsverk ikki helt, at tað var skilagott, at lata privat byggja, eiga og reka Skálafjarðartunnilin. Og sambært avhoyringini av Rúna Joensen fyrrverandi aðalstjóra í Innlendismálaráðnum vóru embætisfólkini í Innlendismálaráðnum samd við Landsverk. Privata loysnin var ikki skilagóð. Skálafarðartunnilin var eitt tað allarfyrsta, sum hannn setti á skrá, bert fáar dagar eftir at hann blivin landsstýrismaður , segði Rúni Joensen, tá hann var avhoyrdur. Stutt eftir var fundur hildin løgmann, Kaj Leo H. Johannesen, og landsstýrismannin í fíggjarmálum Jørgen Niclasen, har Skálafjarðartunnilin var umrøddur. Løgmaður og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum vóru sinnaðir at játta pening, soleiðis at Kári P. Højgaard kundi fara undir at fáa verkætlanina framda. Innlendismálaráðið setti danska advokatin frá Lett Advokatum, Kurt Bardeleben, sum leiðara fyri verkætlanina at gera Skálafjarðartunnilin. Mótstøðan móti at leggja tunlarnar í Føroyum saman í eitt felag er næstan religiøst , greiddi Rúni Joensen kanningarstjóranum frá. At landsstýrið var so avgjørt, at Skálafjarðartunnilin skuldi fíggjast 100 prosent privat, var eisini ein trupulleiki, tá Innlendismálaráðið skuldi finna møgulig fíggingarfeløg at byggja tunnilin. Men áhugin hvarv, tí landsstýrið var so avjørt, at verkætlanin skuldi vera 100 prosent privat, og landsstýrið ikki vildi binda seg á nakran til at veita nakað slag av trygd fyri verkætlanini. Ein kanning, sum Facebook hevur gjørt av 700.000 brúkarum, vísir, at huglagið hjá brúkarunum ávirkast nógv av tí, sum onnur deila á Facebook. Tá tínir vinir deila jaligar søgur, deilir tú eisini jaligar søgur. Tá tínir vinir skelda og finnast at á Facebook, skeldar og finnist tú eisini at. Kanningin hjá Facebook hevur verið fyri hørðum atfinningum í amerikonskum fjølmiðlum, tí tey, sum luttóku í kanningini, vistu ikki av, at Facebook brúkti tey í kanningini. Í kanningini manipuleraði Facebook við, hvat brúkararnir sóu í sínum tíðindastreymi. Summir persónar sóu meir neiligar søgur, meðan onnur sóu mest jaligar søgur. Úrslitið var ein stórur munur í huglagnum á tí, ið brúkararnir deildu eftirfylgjandi. Í USA hava brúkarar funnist harðliga at Facebook fyri at gera royndir við sínum brúkarum uttan at fáa samtykki frammanundan. Facebook hevur tó tilskilað sær rættin til at gera tíllíkar kanningar. Tí brúkarar av Facebook hava samtykt treytirnar, sum Facebook virkar eftir. Harímillum er eisini eitt samtykki til, at Facebook kann brúka kunningina, sum tú leggur á Facebook, til gransking. Nýggja kunngerðin um makrel og norðhavssild, sum Fiskivinnuráðið hevur fingið til ummælis, gevur landsstýrismanninum í fiskivinnumálum loyvi til at taka ikki bara fiskiloyvið men eisini veiðiloyvið frá skipi, um skiparin er dømdur fyri ella hevur góðtikið sektaruppskot fyri at hava brotið reglurnar í kunngerðini um umskiping. Sambært uppskotinum um kunngerðina, sum vera galdandi í 2014, stendur, at landsstýrismaðurin kann taka aftur veiði og fiskiloyvið fyri ávíst tíðarskeið, er skiparin á fiskifarinum dømdur ella hevur góðtikið bót fyri at hava virkað, umskipað, latið ella tikið í móti veiðu uttan loyvi frá Vørn. Sambært uppskotinum um kunngerð fyri 2014 kunnu skip missa fiskiloyvið í tríggjar vikur, fiska tey ov nógvan undirmálsfisk. Í fjør var revsingin upp í fýra vikur fyri tað brotið á kunngerðina. Annars ber framvegis til at geva bót fyri brot á kunngerðina um skipan av fiskiskapinum eftir makreli og norðhavssild við fiskiførum undir føroyskum flaggi. Golfvøllurin kundi saktans verið liðugur í 2019. Og tí er tað løgið, at Føroyar ikki kunnu fáa Oyggjaleikirnar í 2019, hóast ikki alt er klárt enn. Leygardagin gjørdist greitt, at Føroyar fáa ikki Oyggjaleikirnar í 2019, sum vit annars høvdu ætlað okkum, tí vit ikki hava tær 12 neyðugu ítróttargreinirnar klárar. Enn vantar golfvøllur á Glyvursnesi. Kappingareftirlitið almannakunngjørdi fríggjadagin eina kanning av realkredittlánum á sethúsamarknaðinum í Føroyum. Niðurstøðan í kanningini er, at føroyskir brúkarar mugu gjalda millum 5.000 og 12.000 krónurmeira um árið í realkredittlánum, tí ov lítil kapping er. Kappingarráðið skal avgera, hvørja avleiðing hetta fær fyri peningastovnarnar, men fyrst skal ráðið hava eitt tilmæli frá kappingareftirlitinum. Sigurður Ingi Jóhannsson, fiskimálaráðharri, lurtar eftir fiskifrøðingunum. Kvoturnar, sum ráðharrin hevur ásett, eru júst tær somu, sum íslendska havstovan mælti til. Tað er galdandi fyri øll fiskasløg. Sigurður Ingi Jóhannsson sigur, at hann heldur tað vera umráðandi, at Ísland hevur gott orð á sær hjá øðrum fiskivinnutjóðum og hjá teimum, sum keypa fisk. Tí eiga avgerðir um kvotur at byggja á vísindi, sigur ráðharrin, sum heitir á fiskifrøðingar og fiskimenn um at arbeiða saman, tí viðhvørt er ikki samsvar millum royndirnar hjá fiskimonnum og niðurstøðurnar hjá fiskifrøðingum. Ísland er ikki við í semjuni millum strandarlondini um makrelin í ár. Íslendska makrelkvotan í ár er knappliga 168.000 tons, 16,6 prosent av heildarkvotuni, sum ICES mælir til. Hóast norska flogfelagið Widerøe javnan flýgur leiguferðir millum Noreg og Føroyar, hevur felagið ongar ætlanir um stovna rutuflúgving til Føroya. Fyribils verður hildið fram við leiguflúgvingini, og samstundis meta vit um tørvin á fastari rutu. Hetta er galdandi á øllum leiðum og marknaðum, sum hóska til okkara flogfør. Um grundarlag er fyri fastari rutu til Føroya, er ov tíðliga at siga enn, sigur rutustjórin í Widerøe, Sverre Sletten, við heimasíðuna Check in.dk. Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága floghavn, sigur við Check in.dk, at Widerøe flýgur umleið 10 leiguferðir um mánaðin fyri føroyskar fyritøkur. Hann vil fegin, at Widerøe stovnar fasta rutu, tí eftirspurningurin frá føroyingum, sum starvast í Noregi, eftir rutu alt árið, er stórur, sigur stjórin í Vága floghavn. Atlantsflog kunngjørdi herfyri, at ætlanin er at f lúgva fleiri ferðir um vikuna til Bergen næsta ár við einum flogfari, sum tekur millum 50 og 70 ferðafólk. Danska miðlahúsið Berlingske Media fer nú á belgiskar hendur. Mecom hevur selt belgisku fyritøkuni De Persgroep Berlingske Media fyri góðar 1,8 milliardir krónur. Við í søluni er niðurlendska miðlafyritøkan Wegener Media, sum Mecom eisini eigur. Treytin fyri søluni er, at partaeigararnir í Mecom góðkenna hana á aðalfundi seinni í summar, og at niðurlendsku kappingarmyndugleikarnir eisini góðtaka søluna, tí De Persgroep hevur frammanundan nógv miðlavirksemi í Niðurlondum. Lisbeth Knudsen, ábyrgdarblaðstjóri og stjóri í Berlingske Media, sigur, at nú fyritøkan fer á belgiskar hendur verður møguligt at styrkja støðuna á danska marknaðinum og at menna fyritøkuna sum part av einum evropeiskum fjølmiðlasamtaki. Seinnu árini hevur nógv verið tosað um, at tíðin møguliga er farin frá summarstevnunum, ið hava mist sín týdning og hava tapt kappingina við festivalarnar. Men sambært Maiken Gaard, virkandi leiðara á kunningarstovuni í Vági, er okkurt, ið bendir á, at stevnurnar eru við at finna sítt nýggja pláss í dagsins samfelag. Grønlendska landstingið ger nú eina roynd at avmarka møguleikan hjá almenninginum at fáa innlit í politisku viðgerðina av málinum um undirgrund og ráevni. Aleqa Hammond, landsstyrisfrkvinna, hevur lagt uppskot fyri landstingið, sum bæði avmarkar møguleikan at fáa alment innlit og útsetir tíðina, til ber at fáa innlit í eitt mál til, eftir at avgerð er tikin, ella at málið er avgreitt. Sambært viðmerkingunum til lógaruppskotið er tað tíðarkrevjandi at viðgera umsóknir um alment innlit, og tað seinkar viðgerðini av eitt nú umsóknum frá námsfeløgunum, sum ofta eru sera drúgvar og tekniskar og tí krevjandi at viðgera, stendur í viðmerkingunum. Vit fáa eina afturlatna skipan, har tað verður torført hjá borgarum og áhugafelagsskapum at hava eitt vakið eyga við, hvørjar avtalur verða gjørdar millum millumtjóða feløg og grønlendsku myndugleikarnar, sigur Mikel Myrup, formaður fyri umhvørvisverndarfelagsskapin Avataq, við Sermitsiaq. Oluf Jørgensen, serfrøðingur í almennari fyritising á Journalistháskúlanum í Danmark, heldur eisini, at grønlendska uppskotið er eitt stórt afturstig. Garnaskipið Anita er farið til Spania at rigga til, so skipið kann fara til fiskiskap aftur. Samstundis verður bíðað eftir, at málið um brot á kunngerðina um fiskiskap eftir havtasku og svartkalva kemur fyri í rættinum. Tað verður neyvan fyrr enn eftir summarfrítíðina. Ákæruvaldið hevur sent Føroya rætti ákærurit um Anitu. Reiðarin, skiparin og reiðaríið eru ákærd fyri at bróta kunngerðina um fiskiskap eftir havtasku og svartkalva við gørnum á føroysku landleiðini. Talan er um seks brot á kunngerðina, sigur Linda Hesselberg, ákæri. Vørn meldaði Anitu, eftir at gørnini hjá skipinum vórðu drigin beint fyri páskir. Politiið hevur trygd í Anitu fyri bót, sakarmálskostnað og reiðskap, sum ákæruvaldið hevur lagt hald á. Talan er um 2,4 milliónir krónur Reiðaríið hevur veitt trygd fyri pengunum, og tí kundi skipið fara til Spania, sigur Jens Andrias Vinther, advokatur hjá felagnum. Løgmaður ger av, um Anita sleppur aftur til fiskiskap við føroyskum veiðiloyvi. Løgmansskrivstovan arbeiðir við málinum, og ein avgerð verður tikin í næstum, verður upplýst á Løgmansskrivstovuni. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, upplýsti herfyri, at Vørn hevur nevnt møguleikan at taka aftur veiðiloyvi og tá øll fiskirættindini hjá Anitu. Heimildina at gera tað hevur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum. Men av tí at umsitingin hjá landsstýrismanninum er ógegnig at viðgera málið, hevur løgmaður avgjørt sjálvur at viðgera og avgera, um veiðiloyvið hjá Anitu skal takast aftur. Nú er so skipið í Spania, har tað verður riggað til at fara aftur til fiskiskap, upplýsir advokaturin hjá felagnum, Jens Andrias Vinther. Uppskot er gjørt um avtalu millum Tórhavnar kommunu, Búnaðarstovuna, Búnaðargrunnin og festararnar Sjúrð Patursson og Poul Muller. Býráðið heldur, at ein golfvøllur á Glyvursnesi verður øllum landinum at gagni, eitt nú ferðavinnuni, og ikki bara Tórshavnar kommunu. Í telduposti úr Fiskimálaráðnum til Heðin Mortensen, borgarstjóra, 11.november í fjør, verður sagt, at landsstýrismaðurin í landbúnaðarmálum kannar møguleikan fyri, at landið fíggjar alt endurgjaldið ella ein part av endurgjaldinum. Jacob Vestergaard lovaði á einum fundi við Tórshavnar kommunu 10.oktober at kanna, um grundarlag var fyri, at landið í hesum serliga førinum átók sær ein part av endurgjaldinum, sum festararnir skulu hava. Í gjár segði Jacob Vestergaard við Útvarpið, at á ólavsøku kemur væntandi uppskot í løgtingið um endurgjald til festararnar á Glyvursnesi. Hann upplýsti tó ikki, hvussu stóran part av endurgjaldinum, landið vil rinda. Men á aðalfundinum hjá Oyggjaleikanevndini leygardagin varð avgjørt, at Føroyar fáa ikki leikirnar í 2019, tí Føroyar kundu ikki veita fulla vissu fyri, at umstøður vera fyri 12 ítróttargreinum í Føroyum í 2019. Túsundtals fólk sleppa ikki inn á netbankan hjá sær eftir 14. juli. Tað er, um tey ikki skifta teldu ella stýrisskipan á telduni frammanundan. Øll, sum hava Windows XP stýrisskipanina á telduni, missa atgongdina. Orsøkin er, sambært Føroyskum peningastovnum, at Windows XP ikki longur verður trygdardagførd. Tí er vandi fyri, at teldan verður fongd við virusi, ella at óviðkomandi fáa atgongd til netbankan. TAKS sigur, at málpolitikkurin skal tæna tveimum endamálum. Hann skal virka fyri, at málburðurin hjá TAKS samsvarar við føroyska málið. Og hann skal stuðla undir, at samskiftið hjá TAKS er so gott og greitt sum gjørligt. Málfrøðingurin hjá TAKS skal orða nýggjan málpolitikk fyri TAKS, endurskoða standard brøv og skabilónir í KT skipanunum hjá TAKS, læra starvsfólkini at skriva brøv, undirvísa í føroyskum og viðhvørt eisini gera annað arbeiði á HR og Samskiftisdeildini. Fyri einum ári síðani sluppu vit ikki longur at keypa stór gløs við hundraðtals Panodilum, Pinex ella Pamol í hondkeypi. Føroysku myndugleikarnir valdu at fylgja dønum, ið høvdu gjørt at, at apotekini einans kundu selja smá íløt við pínustillandi evnunum við í mesta lagi 20 tablettum í. Og herdu reglarnar hava riggað. Í november og desember í fjør beint eftir at herdu reglurnar vórðu settar í gildi var sølan av pínustillandi ein fjórðing minni enn sama tíðarskeið árið fyri, tá tað framvegis bar til at keypa stóru pakkarnir utan resept. Tað upplýsir Landsapotekarin. Danmark er søgan júst hin sama. Danir keypa ein fjórðing færri pínustillandi í november desember í fjør enn sama tíðarskeið í 2012. Nógva virksemið í uppsjóvarvinnuni á Tvøroyri hevur havt við sær, at neyðugt er at økja um møguleikarnar hjá bæði fiskiskipum og farmaskipum at sleppa til bryggju. Tí vórðu atløgumøguleikarnir fyrst broyttir eitt sindur, men tað vísti seg ikki at vera nóg mikið. Neyðugt var við betri plássi til nógvu og stóru skipini. Tí skuldi eitt felag gera djúphavnina uppaftur størri. Tað komst av, at Tvøroyrar kommuna at byrja við ikki kundi fíggjað arbeiðið sjálv, tí tað fór at hava við sær, at skuldin fór upp um eina álíkning. Tvøroyar kommuna hevði samráðingar við Fíggjarmálaráðið, og úrslitið varð, at kommunan fekk loyvi at læna pengarnar til arbeiðið, og at fara upp um eina álíkning, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri. Men treytin er, at skuldin skal verða komin niður á aftur eina álíkning tann 1. januar í 2016. Herfyri játtaði kommunan 900.000 krónur aftrat til havnaútbyggingina. Tað var fyri arbeiði, sum kom aftrat, sigur borgarstjórin. Nú er arbeiðið við at vaksa um havnalagið komið undir land. Í morgin kemur skipið við asfaltinum, sum skal leggjast á bryggjuna. Tá liðugt er, hevur havnin á Tvøroyri yvir 300 metrar av atløgbryggju í djúphavnini, umframt nógv pláss á landi til bingjur og annað. Ætlanin er, at nýggja havnin skal takast alment í nýtslu um tvær vikur, sigur borgarstjórin. Hann heldur tað vera best, at kommunan eigur havnina, og at kommunan fær inntøkurnar, sum havnin gevur. Tað fer at gera tað lættari at rinda íløguna aftur, sigur Kristin Michelsen. Enn er eingin sendur úr Varðhaldinum í Mjørkadali til Danmarkar at sita, so pláss verður fyri fólkum, sum eru komin til Føroya at mótmæla grindadrápi, gerst neyðugt at handtaka tey. Seinast, Sea Shepherd hevði nógv fólk í Føroyum, vórðu fólk í Varðhaldinum flutt til Danmarkar fyri at hava pláss tøk í Varðhaldinum, gjørdist tað neyðugt. Tað er ikki gjørt í ár, ikki higartil. Birgir Hansen, fangavørður í Mjørkdali, sigur tó, at tey eru fyrireikað í Varðhaldinum. Í Varðhaldinum í Mjørkadali er pláss fyri 14 fólkum. Men til ber at skipa so fyri, at fleiri kunnu koma inn, gerst tað neyðugt. Tað ber eisini til at lata fólk leys soleiðis, at tey koma inn aftur seinni at sita tað, sum eftir er av dóminum. Tað ber til at gera við fólk, sum ikki eru varðhaldsfongslað, men sita fyri eitt nú rúsdrekkakoyring. Møguleiki er eisini at senda fólk til Danmarkar at sita, um brúk verður fyri plássi í Mjørkadali. Men enn er eingin sendur av landinum í ár, tí Sea Shepherd hevur eitt átak her móti grindadrápi. Nú kunnu handverkarar í ES londum fáa uppihalds og arbeiðsloyvi í Føroyum, so leingi arbeiðsloysið í Føroyum er undir seks prosentum. Í nøkrum førum hevur myndugleikin, sum er kærdur, boðað frá, at kanningin hjá Umboðsmanninum hevur gjørt, at málið verður tikið upp til nýggja viðgerð. Løgtingsins umboðsmaður hevur eftirlit við, at myndugleikarnir ikki gera mistøk ella vanrøkja sínar skyldur, og at almenna umsitingin ikki fremur órætt móti einstaka borgaranum. Søkt var um ferðastudning fyri stuðulsárið 2013 2014. Barnið fylti tvey ár í august í 2013 og fekk tí 300 krónur, ikki 1400 krónur, í ferðastudningi. Kærarin søkti um ferðastudning fyri stuðulsárið 2013 2014. Tí kann staðfestast, at barnið var eitt ár tann 31.juli 2013, siga bæði Studni og Kærunevndin hjá Studna. Tað vísir roknskapurin hjá felagnum, ið júst er almannakunngjørdur. Hallið í vanliga rakstrinum var umleið tríggjar milliónir, og kostnaðarføringar, sum felagið nevnir tað, gjørdu, at hallið var nærum 20 milliónir. Landið og peningastovnarnir eiga Elektron, men seinastu árini hava peningastovnarnir flutt meginpartin av sínum kt virksemi til útlendskar fyritøkur. Felagið boðar frá, at fyribils tjórin í Elektron síðani í februar mánað, Kjartan Thomassen, nú er settur í fast starv sum stjóri í Elektron. Nýggja fjølmiðlasemjan millum allar politisku flokkarnar í Danmark hevur við sær, at danska kringvarpið skal senda meira føroyskt í Danmark. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum og samrøðu við Edmund Joensen, fólkatingsmann, sum gjøgnum Vinstraflokkin gjørdi sína ávirkan galdandi í málinum. Rækja er týdningarmesta útflutningsvøran í Grønlandi, men í fjør vórðu landað 5.000 tons færri, ella tilsamans 45.000 tons av rækjum. Hinvegin hækkaði virðið 16 milliónir, upp í 352 milliónir krónur Landingarvirðið á kalva hækkaði 30 milliónir krónur, upp í 373 milliónir krónur í fjør. Tilsamans vóru landað góð 25.000 tons av kalva, og tað eru 2.000 tons meiri enn árið fyri. Framgongd var eisini í toskaveiðuni. 4.500 tons meiri vórðu landað í fjør enn í 2012. Landingarvirðið var 63 milliónir krónur, ella 13 milliónir fleiri enn árið fyri. Afturgongd var í fiskiskapinum eftir rognkelsi. Meiri var landað, men virðið minkaði 10 milliónir krónur, niður í 44,5 milliónir krónur, vísir uppgerðin frá grønlendsku hagstovuni. Eik Banki vann bæði sakarmálini um sonevndu tryggu virðisbrøvini, sum Kaupting seldi í Føroyum, nú Eystari Landsrættur feldi dóm í morgun. Eystari landsrættur sigur eins og Føroya rættur, at Eik heftir ikki fyri tryggu virðisbrøvini, sum Kaupting seldi føroyingum, hóast Eik keypti Kaupting Banka í Føroyum í 2007. Men Føroya rættur segði, at Poul Michelsen skuldi hava 318.000 krónur í endurgjaldi umframt rentu, tí ein ráðgevi hjá Eik Banka í 2008 ikki ávaraði hann móti virðisbrøvunum í Lehmann Brothers, sum tá var farin at ridla. Tann 14.juli í 2008 mælti ráðgevin Poul Michelsen til ikki at sleppa sær við virðisbrøvini. Tveir mánaðir seinni fór Lehmann á heysin. Men Eystari Landsrættur sigur nú, at ráðgevingin hjá Eik Banka var ikki ófullfíggjað. Ikki bar til at siga, at støðan hjá Lehmann var so hættislig, tí ratingin hjá bankanum var góð tá. Umboðsmaðurin fekk 66 klagur í fjør. 16 fleiri enn í fjør. Umboðsmaðurin vísti 44 av teimum 66 klagunum aftur tað svarar til tveir triðingar í 2013. Tað er nakað minni enn árið fyri, tá færri enn fimtahvør klaga varð tikin til viðgerð. Ein grundgeving er, at málið, ið borgarin kærir um, liggur uttanfyri fyri heimildarøkið hjá umboðsmanninum. Eitt nú kannar umboðsmaðurin ikki privatar fyritøkur, privatar stovnar ella almenn partafeløg. Ei heldur fevnir virksemið hjá umboðsmanninum um dómstólarnar. einstøkum førum hevur umboðsmaðurin avvíst at viðgera klagur um mál, sum eru løgd fyri rættin, ella sum lítil ivi er um, verða løgd fyi rættin. Eisini avvísti Løgtingsins Umboðsmaður eina klagu um, at løgmaður skuldi havt sagt ósatt fyri løgtinginum við teirri grundgeving, at tílíkt má løgtingið ella landsstýrismálanevndin taka støðu til. Ein onnur grundgeving fyri at avvísa ein klagu er, kærarin hevur borið fram ynskið um, at fjala samleikan fyri myndugleikanum, sum klagað verður um. Men hetta ber ikki til, tí í umboðsmanslógini er ásett, at klagarin skal navngeva seg. Fjórða grundgevingin, ið umboðsmaðurin hevur nýtt, er at klagarin ikki hevur troytt allar kærumøguleikar um avgerðir, ið ein møguligur hægri fyrisitingarmyndugleiki kann broyta. Grundgevingin, ið umboðsmaðurin oftast hevur nýtt fyri at avvísa, snýr seg um mál, har kærarin ynskir, at umboðsmaðurin skal taka støðu til, um grundarlag er fyri víðari kanningum. Sambært avtaluni, sum kom í gildi í 2006, skulu londini siga frá fyri 1.juli, um tey vilja hava samráðingar um nýggjan býtislykil. Tá Føroyar og ES tingaðust um føroysku norðhavssildarkvotuna og ES handilsforðingarnar í vár, skal ES hava gjørt vart við, at ES ikki longur góðtekur svartkjaftabýtið, sum kom í 2006. Hesi tíðindi vórðu tó ongantíð váttað alment. Av tí, sum strandarlondini hava at býta millum sín, fáa Føroyar 26,1 prosent, ES 30,5 prosent, Noreg 25,7 prosent og Ísland 17,6 prosent. Løgtingið avger, um landið skal rinda endurgjaldið, sum festararnir á Glyvursnesi skulu hava fyri lendið og annað, sum teir skulu lata, so golfvøllur kann gerast á Glyvursnesi. Í tvey ár hevur Jóan Pauli Joensen arbeitt við bókini um føroyskan matsið. Jóan Pauli vónar at bókin verður klár til útgávu til várs. Føroyar og ES eru so dánt vorðin samd um sildabýtið, men nú fer ES eftir øllum at døma at krevja meiri í sín part, tá strandalondini fara at samráðast um svartkjaft í heyst. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, er gestur í sjónvarpsstovuni í kvøld. Hann verður millum annað spurdur um áhaldandi ósemjurnar, og hvussu vísindini verða brúkt og misbrúkt í slíkum førum. Mynd Uni Holm Johannesen hevur samrøðu við landsstýrismannin í fiskivinnumálum um strandalandasamráðingarnar, sum verður send í Degi og Viku í kvøld. Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu og Róin Schrøter varaforseti í FSF settu í gjár spakan í til arbeiðið at leggja tak yvir áskoðaraplássini við eystaru síðu á Tórsvølli. Virgar Hvidbro aðalskrivari hjá FSF var sera fegin um at arbeiðið nú fór í gongd, samstundis sum tað líður væl við at byggja sunnaru síðu. Landskassin hevur higartil fingið góðar 641 milliónir krónur inn í skatti, og tað er nakað meiri enn fyrstu seks mánaðirnar í fjør. Ítøkiliga er skattainntøkan slakar 32 milliónir størri, ella 5,2 prosent, upplýsir Taks. Kommunurnar hava higartil í ár samanlagt fingið 724 milliónir krónur í skatti, og tað eru 32 milliónir krónur ella 4,6 prosent meiri enn sama tíðarskeið í fjør. Millum størru kommunurnar hava millum annað Sjóvar kommuna, Fuglafjarðar kommuna, Vestmanna kommuna, Sørvágs kommuna og Eysturkommuna ta størstu framgongdina, tó at tær størstu kommunurnar Tórshavnar kommuna, Klaksvíkar kommuna og Runavíkar kommuna, eisini hava eina hampiliga framgongd. Fyrstu seks mánaðirnar í ár eru góðar 126 milliónir krónur komnar inn í eftirlønarskatti og slakar 21 milliónir í kirkjuskatti. Eftirlønarskatturin er góðar 13 milliónir krónur størri enn somu tíð í fjør. Nú summarið er fyri durum, og fólk í hópatali fara á bilferiu, fer TAKS undir átakið Minst til rætta bilin . Við átakinum vil TAKS gera vart við, at tað ikki er líkamikið, um bilurin, sum verður nýttur til feriuna, er privatbilur ella firmabilur. Bilur, sum er privat ogn, kann sjálvsagt altíð nýtast sum feriubilur, men øðrvísi er við firmabilinum. Skal ein firmabilur nýtast í feriuni, eru ávísar treytir galdandi. Firmabilur hjá einum partafelag, kann bert nýtast til privata nýtslu, so sum feriu, um íløgumvg ið av bilinum ikki er drigið frá í mvguppgerðini. Samstundis skal persónurin, sum koyrir bilin, rinda skatt av fríum bili. Er talan um bil hjá einstaklingavirki, skal íløgu mvg ið av bilinum heldur ikki vera drigið frá í mvg uppgerðini, um bilurin skal nýtast privat. Harumframt skal privata nýtslan av bilinum eginnýtslan inntøkuførast í roknskapinum hjá virkinum. Tá hesar treytir eru loknar, kann bilurin nýtast til privata nýtslu, so sum til feriubil. Eru treytirnar ikki loknar, er bilurin at meta sum fult vinnuligur, og má hann ikki nýtast privat. Í sambandi við átakið Minst til rætta bilin fer mvg deildin, í samstarvi við tolldeildina, at gera eftirlit av bilum og ferðandi, sum fara av landinum í summar. Hetta er sætta framløgan sum Rakul Dalsgaard skipar fyri í Sirkus. Evnini hava verið fjølbroytt, men tey eru øll merkt av einum slagi av tabu í føroyska samfelagnum. Í kvøld kl 20 fara Eyðun Ellendersen og Annbjørg á Høvdanum at tosa um evnið Alkoholisma og rúsevnatrupulleikar út frá hvør sínum sjónarhorni. Eyðun Ellendersen hevur sjálvur havt rúsevnistrupulleikar og er í dag útbúgvin rúsevna og familjuráðgevi. Annbjørg á Høvdanum er sálarfrøðingur á blákrossheiminum, og í kvøld leggur hon fram eina søgu, sum vísur á hvussu tað er at vera barn tá annað av foreldrunum er alkoholikari ella hevur rúsevnistrupulleikar. Rakul Dalsgaard vitjaði í Karrusellini í dag, og greiddi millum annað frá eini myndasøgu um tann ósjónliga fílin, sum býr inni hjá nógvum familjum. Ósjónligi fílurin er myndamálið fyri alkolholisu. Búskaparráðið roknar seg fram til tilfeingisrentuna við at kanna, hvussu stóran vinning feløgini í vinnuni hava, tá allar vanligar útreiðslur er drignar frá. Serfrøðingar óttast, at føroyski hagin er fyri ov nógvum trýsti av djórahaldi, og tí mugu bøndur ansa eftir, at jørðin ikki verður ovbitin av seyði. Ein av stóru avbjóðingunum hjá Jóannesi Patursson, bónda í Kirkjubø, er, at partur av ovara haganum ikki verður bitin nóg nógv, meðan niðasti parturin verður bitin ov nógv. Grasið hevur bestu dygdina, tá ið tað stendur í fullum gróðri, og nýggja skipanin kann sostatt elva til økta framleiðslu. ES hevur leingi verið ónøgt við svartkjaftabýtið, og tað eru greið tekin um, at ES fer at krevja meira í sín part, tá samráðingarnar vera í heyst. Jacob Vestergaard heldur, at Føroyar hava góða støðu í samráðingunum um svartkjaftabýtið, og hann sigur, at at Føroyar neyvan fara at slaka í síni kvotu, um ES vil hava meira. At eldraøkið verður yviritikið kann gerast ein vanlukka fyri Kvívíkar kommunu, tí útrokningar vísa, at kommunan skal rinda millum 600.000 og 800.000 krónur meira til eldraøkið um árið. Dánjal Petur Muller, borgarstjóri, vísir á, at afturberingin, sum kommunurnar fáa, eigur at verða javnari enn talan er um í tí uppskotinum, sum nú liggur á borðinum Samráðingarnar um samstarv millum kommunurnar hava annars gingið so mikið væl, at tær helst eisini fara at samstarva um barnaverd og annað , sigur Dánjal Petur Muller. Heimatænastan í samstarvsøkinum V.E.K.S hevur trý heim at ráða yvir. Ellis og Røktarheimið Mørkina í Streymnesi við 32 búplássum, Heimið á Grønanesi í Vestmanna við 24 búplássum og sambýlið Korndalsbýlið á Eiði, sum hevur 15 búpláss. Arbeiðið at byggja depil til fjølbrekað børn og ung í Runavík gongur væl, og eftir ætlan verður depilin liðugur síðst í oktober, skrivar Landsverk. Á deplinum verða bæði dag og umlættingartilboð. Ætlanin er at samskipa allar tænasturnar á einum staði, soleiðis at tilboðini, sum í dag eru pettað sundur, í framtíðini verða eitt samanhangandi heildartilboð til børn og ung við fjølbreki. Grønlendski landsstýrisformaðurin, Aleqa Hammond, hevur saman við danska uttanríkisráðharranum, Martin Lidegaard, boðið trimum ES uttanríkisráðharrum til Grønlands í september. Talan er um uttanríkisráðharrarnar úr Fraklandi, Týsklandi og Póllandi. Hesi trý londini hava sambært Alequ Hammond stóra ávirkan á hvalaveiðipolitikkin hjá ES. Endamálið við innbjóðingini er at ávirka ES londini, so tey fáa betri fatan av grønlendska tørvinum og ynskjunum í hvalaveiðispurninginum. Vit ætla at vísa teimum, at grønlendska hvalaveiðan er burðardygg. Eg hugsi eisini, at slík vitjan hevur týdning fyri at fáa undirtøku fyri krøvum okkara, sigur Aleqa Hammond við grønlendska kringvarpið og vísir á, at fleiri ES lond als ikki skilja grønlendsku mentanina og tørvin fyri hvalaveiðu. Filmsfelagið Bye Bye Bluebird og Katrin Ottarsdóttir hevur fingið 100.000 krónur til at gera filmin Ludo lidnan. Filmurin er liðugt upptikin, og Katrin Ottarsdóttir hevur seinasta árið roynt at fáa fígging til at gera filmin lidnan. Sakaris Stórá hevur fingið 40.000 krónur til at menna handritið til fyrsta spælifilmin. Ein annar leikstjóri, Anton Petersen, hevur fingið stuðul til ein spælifilm, og Torfinnur Jákupsson hevur fingið 50.000 krónur til at menna ein sjónvarpskrimi. Stuðul er eisini latin til heimildarfilmar, eitt nú ein film um Lítla Dímun og ein film um kolasøguna. Tað er 15 ára gamla Louisa Sofía Eliasen, sum er komin til Føroya at undirvísa børnum og vaksum í latínamerikanskum dansi. Hoyr samrøðuna við Louisu Sofíu her. Eiga vit at brúka um ella viss Eftir ella aftaná Mong vóru sms boðini til Sonna Smith, um hvussu vit eiga at orða okkum. Hoyr samrøðuna her. Fíggjarliga hongur illa saman hjá Húsavíkar kommunu, sum var einasta kommunan í landinum, ið fekk minni í skatti fyrra hálvár í ár, enn somu tíð í fjør. Munurin var 227.000 krónur, og tá skattgjaldararnir ikki eru so nógvir, so merkist lækkingin væl, sigur borgarstjórin, Jákup Martin Sørensen. Orsøkin til minkingina stavar í høvuðsheitunum frá, at fleiri borgarar arbeiða í øðrum londum, og rinda skatt har. Jákup Martin Sørensen sigur, at í fjør var inntøkan á eini leið, men í ár er hon minkað. Í Húsavíkar kommunu búgva 119 fólk, og áhugin fyri at búseta seg í kommununi er stórur. Men tá fólk virka og rinda skatt í øðrum londum, er torført at reka Húsavíkar kommunu. Í Húsavík er eingin skúli, og heldur ikki barnaansing. Tí fara børn til Sands at ganga í skúla og á stovni. Tað má kommunan rinda fyri, sigur borgarstjórin. Hann vil ikki finnast at teimum, sum virka aðrastaðni, tí annars høvdu teir onga inntøku havt, og høvdu neyvan búð í kommununi. Men krøvini til kommununa eru alsamt vaksandi. M.a. er krav um, at kommunan skal leggja kloakk, og tað arbeiðið skal vera liðugt í seinasta lagi næsta ár. Tað fer snøgt sagt ikki at lata seg gera, tí pengar eru ikki til arbeiðið, sigur borgarstjórin. Sum heild er Húsavíkar kommuna væl fyri. Hon eigur tvær milliónir krónur á bók. Men tað er skjótt at brúka teir pengarnar, tí kloakkin kostar tríggjar milliónir krónur umframt annað, sum skal gerast. Tí setur borgarstjórin sítt álit á, at Húsavíkar kommuna fer at fáa nakað av pengum frá landinum, tá eldraøkið verður lagt til kommunurnar at umsita frá 1. januar. Tosað hevur verið um, at Sandoyggin er í eini serstøðu, og tí skulu fleiri pengar latast teimum kommununum. Men hvussu nógvar pengar talan kann gerast um, veit borgarstjórin ikki í løtuni. Hendir ikki eitthvørt óvanligt, so verður torført at reka Húsavíkar kommunu í framtíðini, sigur Jákup Martin Sørensen. Føroya Handverkarafelag segði í gjár sáttmálan upp á privata arbeiðsmarknaðinum at fara úr gildi 1. oktober, og hesaferð ætlar felagið sjálvt at seta karmarnar fyri lønina. Lønin er so lág, at handverkarar rýma av landinum at arbeiða. Og tí má okkurt gerast, sigur Suni Simonsen, formaður í Føroya Handverkarafelag. Ein fastløntur handverkari í Føroyum fær góðar 22.000 krónur um mánaðin. Hetta er orsøkin til, at føroyskir handverkarar rýma av landinum at arbeiða, heldur felagið. Valbakkaskógurin er ein lítil heimur, sum onkur kanska vil siga, ikki er til, men sum í mangar mátar minnir um okkara egnu stóru verð. Og Klintrimús og Mortan og Bamsi og Mikkkjal og hini øll í skóginum eru ikki vanlig dýr, men hugflogið hevur lænt teimum nøkur eyðkenni bæði frá dýrum og fólki. Tey hava nøvn av djórum og nakað væl av útsjóndini við, men hava eisini klæði uttaná sær og ganga á tveimum beinum og búgva í húsum og minna eitt sindur um okkum menniskju í mongum av tí, tey gera og siga og hugsa. Í Valbakkaskóginum finnur tú eisini, eins og í okkara stóru verð, ein longsul eftir friði og tryggleika og virðing fyri hvørjum øðrum. Finnbogi Johannesen og Marius Rein tóku upp. Statoil kunngjørdi í síðstu viku, at hvørki olja ella gass var at finna í Brugduni, ið leitiøki verður rópt, har leitað var eftir kolvetni. Borurin er nú fluttir yvir til øki, ið verður rópt Súlan Stelkur. Jan Muller vísir á, at vanligt er, at oljufeløg bora umleið tíggju hol, fyri hvørt fund og enn eru ikki gjørdar tíggju oljuboringar á føroyskum øki. Brugdan var áttanda holið, ið varð borað í føroysku undirgrundini og nýggja leitiøkið, Súlan Stelkur, er tað níggjunda holið. Men hann ásannar tó, at av tí, at tað er so dýrt at leita eftir olju í føroysku undirgrundini, verður tað eitt bakkast fyri føroyska oljuleiting, um hvørki olja ella gass verður funnið í Súlan Stelkur. Jan vísir á, at stjórin í Statoil Føroyar, Rúni Hansen, hevur sagt, at um onki verður funnið í Súluni, so merkir tað ikki, at byrsan ikki verður lødd aftur, spurningurin er bara nær Lummafilosofiska hornið er vikuligur táttur í sendingini Karusellini. Her koma ymisk fólk, sum duga og tora at seta orð á truplar spurningar, í útvarpsstovuna. Gestirnir vita ikki frammanundan, hvørjir spurningarnir verða. Hoyr svarini hjá Barbaru her . Mánadagin vardi Tóra Petersen ph.d.ritgerð sína um sálarlgar løstir hjá ungum við Syddansk Universitet. Ritgerðin kallast Traumatisation in children and adolescents A broad perspective . Høvuðsendamálið við ritgerðini er at koma við nýggjari vitan um tær sálarfrøðiligu reaktiónir, sum kunnu koma, eftir at ung hava upplivað, ella verið úti fyri álvarsligum negativum hendingum, til dømis ferðsluvanlukku, álvarsligari sjúku, at avvarðandi brádliga doyr, harðskapi og happing. Ritgerðin er sett saman av seks vísindaligum greinum, harav fimm eru almannakunngørdar, og ein er send til metingar. Greinirnar taka útgangsstøði í dátum, sum eru savnað frá næmingum í áttanda flokki i Føroyum í 2010, men byggir eisini á dátur, sum vórðu savnaðar við sama spurnarblaði í Danmark, Ísland og Litava. Tað serliga við føroysku dátunum er, at tað eydnaðist at fáa svar frá 85 prosentum av einum heilum árgangi, sum er einastandandi í altjóða høpi. Tað er eisini fyrstu ferð, at ein kanning av slíkum slaig er gjørd í Føroyum. Úrslitini vísa millum annað, at føroysk ung um 14 15 ára aldur ofta hava upplivað álvarsligar negativar hendingar. Í ritgerðini vórðu haraftrat kannaðir møguligir vandatættir fyri sjálvmorðsroynd millum føroysk ung. Landssjúkrahúsið og Granskingargrunnurin fíggjaðu verkætlanina hjá Tóru Petersen. Føroyska heildarkvotan av makreli í ár er 156.240 tons og sildakvotan er 40.000 tons. Nótaskipini fáa 70.000 tons av makreli og knappliga 21.000 tons av sildini. Nótaskipini fáa eginkvotur. Hitt verður býtt millum aðrar skipabólkar, sum fáa felagskvotur. Føroysk skip kunnu fiska 46.850 tons av makreli í ES sjógvi og 54.684 tons í norskum sjógvi. Nótaskipini kunnu fiska knappliga 56.000 av sínum 70.000 tonsum í ES sjógvi og norskum sjógvi. Fiskivinnuráðið umrøddi uppskotið til kunngerð í gjár, og heldur, at atlitið um størst møguliga virðisøking best verður rokkið, um allur makrelfiskiskapurin verður skipaður við eginkvotum. Fiskivinnuráðið staðfestir, at reguleringin av felagskvotuni við hámarki, serliga fyri lemmatrolararnar, kann væntast at føra til olympiskan fiskiskap og ein verri virðisvøkstur, enn um reguleringin var øðrvísi. Orsøkin er, at hámarkið er sett so mikið høgt, at ein minni partur av skipunum í bólkinum kann fiska alla kvotuna. Fiskivinnuráðið heldur, at tveir mátar heilt ella partvíst at forða fyri olympiskum fiskiskapi. Annar hátturin er at lækka hámarkið, so tað fylgir somu meginreglum sum í øðrum bólkum, so eigararnir kenna seg tryggari við at bíða við fiskiskapinum, til betri prísur fæst fyri makrelin. Hin hátturin er at seta tíðarfreist á, so lemmatrolararnir ikki kunnu byrja at fiska fyrr enn ávísan dag. Umboðið fyri Føroya Reiðarafelag upplýsir, at umboð fyri lemmatrolararnar hava havt fund um uppskotið til kunngerð. Semja er um, at nú Føroyar eru við í strandarlandaavtalu um makrel, eigur dentur at verða lagdur á størst møguliga virðisøking, og at hetta hevði verið rokkið, um eginkvotur vórðu ásettar. Ráfiskaseljarafelagið heldur, at ov lítið er latið heimaflotanum, bert 4.200 tons, samstundis sum teir fýra flakatrolararnir í Barentshavinum fáa meiri, 4.400 tons. Ført verður fram, at tað er ein vansi fyri bólk 3, 4, 5, garnaskip og skeljaskip, at treytir eru settar um, at hesir bólkar sleppa ikki at nýta trol og nót til makrelfiskiskapin. Av hesi orsøk eru bólkarnir útihýstir frá møguleikanum at fiska í norskum sjógvi og ES sjógvi, og sostatt verður hesin partur av heimaflotanum verri fyri enn aðrir. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum hevur upplýst, at kunngerðin um makrel og sildafiskiskapin verður lýst fríggjadagin. Argja Róðrafelag, Havnar Róðrafelag og Róðrafelagið Knørrur leggja seg nú saman í eitt felag í samband við ólavsøkuróður. Fróði Magnussen umboð fyri Havnar Róðrarfelag sigur at ólavsøkuróðurin treingir til ein nýggjan samleika. Freistin at senda eitt uppskot til navna og búmerkjakappingina er 7 juli, og uppskotini skulu sendast til Høgna. Vinnarin verður kunngjørdur tann 10 juli. Hann endurgevur hvat venjarin Heðin Askham hevur sagt við leikararnar. Grundin til at HB skal spæla sum landsliðið er tí, at tá riggaði spælið við miðvallarunum sera væl. Tað eru ikki nógv viðhaldsfólk við HB til útidystin móti FC Lincoln, men tó sigur formaðurin í HB, Finnbogi Arge at tey nokk skulu rópa fyri seg. Finnbogi Arge vónar at HB fær eitt gott úrslit við sær heim, men leggur afturat at uppgávan er trupul. FC Lincoln hevur styrkt seg væl til hendan søguliga dystin. Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava skrivað undir sáttmála um eldrarøktina, sum kommunurnar yvirtaka frá landinum á nýggjárinum. Uppí í avtaluni er eisini samstarv um heimatænastuna. Heitið á samstarvinum er Heimatænastan í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu , og sáttmálin er sendur Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, til góðkenningar. Hetta til nýggjárs verður yvirtøkan fyrireikað. Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna halda yvirtøkuna vera spennandi avbjóðing, og siga seg fara at verða til reiðar at umsita eldraøkið 1. januar 2015, stendur á heimasíðuni hjá Eysturkommu. Í sáttmálanum hjá Føroya Lærarafelag stendur, at førleikaviðbót kann verða latin, men myndugleikarnir lesa hesa orðingina sum, at viðbót skal ikki verða latin, sigur Jónleif Johannesen á heimasíðuni hjá Lærarafelagnum. Hann heldur, at fleiri lærarar hava ískoytisútbúgvingar, sum lúka krøvini til førleikaviðbót, millum annað serlærarar, lesivegleiðarar, skúlavegleiðarar og orðblindalærarar. Men teir fáa hana ikki. Hesar ískoytiseftirútbúgvingarnar eru settar í verk fyri at lofta næmingum, ið hava ilt við at halda seg til nýggju avbjóðingarnar, ið fólkaskúlin gevur teimum. Og tað sendir neiligan boðskap, at lærararnar, sum taka hesar útbúgvingar og uppgávur á seg, ikki fáa viðbót, sigur Jónleif Johannesen. Hann heldur, at førleikaviðbótin hevði eggjað fólki enn meira at átaka sær hesar týdningarmiklu uppgávur, og vildi gjørt, at arbeiðið verður millum mest áhugaverdu postar í fólkaskúlanum. Við verandi skipan er vandi fyri, at eldsálirnar brenna út. Næsta skúlaár byrja umleið 30 lærarar á støddfrøði vegleiðaraútbúgvingini. Jónleif Johannesen vísir á, at hesir lærarar áttu at verði knýttir at førleikastovunum kring landið, og at ein førleikaviðbót til lærarar hevði økt munandi um virðingina fyri serfakkunnleikanum. Torfinnur Jákupsson eigur hugskotið, og íblásturin til sjónvarpsfilmin er skaldsøgan Blíð er summarnátt á Føroya landi eftir Jógvan Isaksen. Danir kunnu senda tað, teimum lystir. Men tað er harmiligt, at føroyskir politikarar arbeiða fyri at styrkja danska tíðindaflutningin úr Føroyum, meðan føroyskir miðlar bløða. Tað heldur Høgni Hoydal, løgtingsmaður, nú Danmarks Radio við nýggju donsku miðlasemjuni hevur fingið álagt at senda meiri um føroysk viðurskifti. Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur saman við Vinstra slóðað fyri, at føroysk viðurskifti skulu umrøðast meiri í danska kringvarpinum. Einki forboð er fyri at eta gæsnar, tá tær eru skotnar, sigur stjórin á Búnaðarstovuni, Bjørn Patursson, sum umsitur loyvini at skjóta grágás. Arbeitt hevur verið við verkætlaninií tvey ár, og endamálið er at savna pening til børn við krabbameini og familjur teirra í Føroyum. Orsøkin er, at íslendsku myndugleikarnir vilja ikki geva einari gentu, ið kallast Harriet, nýtt pass, uttan so at navnið verður broytt, so tað samsvarar íslendsku navnalógini. Stóra enska blaðið hevur tíðindini frá Vísir. Harriet er 12 ára gomul. Pápi hennara er breti og mamman íslendsk. Familjan, ið býr í Kópavogi, ætlaði at halda summarfrí í Fraklandi, men tað ber illa til at ferðast við ongum passi. Foreldrini, Tristan Cardew og kona hansara Kirstin, harmast støðuna. Vóru bæði foreldrini útlendsk, hevði Harriet kunnað itið Harriet í passinum, men tá annað av foreldrunum er íslendskt, og barnið er føtt í Íslandi, skal navn barnsins samsvara við íslendsku navnalógina. Harriet hevur higartil bert itið Genta Cardew í passinum. Makrelsemjan millum Føroyar og ES verður nú óbeinleiðis drigin upp í valstríðið upp undir fólkaatkvøðuna um sjálvstýri í Skotlandi í heyst. Richard Lochhead, fiskimálaráðharri i í Skotlandi, og bretski starvbróðirin, George Eustice, eru ójavnir á máli um, hvør kós fer at tryggja skotsku fiskivinnuna best. Teir hava báðir svarað einum brævi frá skotska fiskimannafelagnum, sum bað ráðharrarnar um viðmerkingar til sjálvstýrismálið. George Eustice sigur hinvegin, at Skotland sum partur av einum av størstu limalondunum í ES, hevur havt fyrimunir, og at bretskir ráðharrar gjøgnum ES millum annað hava verið við til at gera avtalu við Noreg og Føroyar um makrelfiskiskapin, sum eisini fær týdning fyri skotar. Richard Lochhead sigur tvørturímóti, at bretska avgerðin um, at ES fiskivinnupolitikkurin eisini skal fata um Skotland, hevur verið til óbótaligan skaða fyri skotsku fiskivinnuna. Kanningar eru gjørdar av ætinum síðani í 1997. Talan er um samstarv ímillum Havstovuna og Lívfiskastøðina í Skopun. Lívfiskastøðin tekur royndir av sjónum, sum síðani verða kannaðar á Havstovuni. Seinastu árini hevur lítið æti verið, og gongdin í flestu fiskastovnunum hevur verið vánalig. Eitt nú hava toskur, hýsa og nebbasild verið serliga illa fyri. Í síðstu viku gjørdist greitt, at Føroyar kortini ikki fáa Oyggjaleikirnar í 2019, tí óvist er, um golfvøllurin á Glyvursnesi verður liðugur Eitt afturlítandi prát við tveir stórar fjepparar kryddað við Rolling Stones brotum, nú Jóhan Mortensen og Óla Jákup úr Dímun fara á Rolling Stones konsert á Roskilde Festivalinum. Týski samveldiskanslarin, Angela Merkel , og forseti Fraklands, Francois Hollande, hava staðiliga heitt á russiska forsetan, Vladimir Putin, um at fáa russisku loysingarherliðini í Eysturukraina at góðtaka eina vápnahvíld. Har varð avtalað, at í seinasta lagi leygardagin skulu samráðingar vera byrjaðar um eina vápnahvíld millum ukrainsku stjórnina og loysingarherliðini har eysturi í landinum. Tað er hesa avtalu Angela Merkel og Francois Hollande vilja hava Vladimir Putin at gera sítt til at fáa undirtøku fyri millum russiska fólkið í Eystur ukraina, sum krevja loysing frá Ukraina. Bæði týski samveldiskanslarin og franski forsetin eru ótolin. Tey vilja hava frið í Ukraina sum skjótast, og vilja hava russiska forsetan at gera sína ávirkan galdandi. Angela Merkel og Francois Hollande hava í telefonsamrøðum við Vladimir Putin gjørt honum greitt, hvussu stóran týdning tey halda, at avtalan millum uttanríkisráðharrarnar um vápnahvíld hevur og at hon fæst at halda. NATO hevur skuldsett Russland fyri at lata russisk vápn og stríðshugaðar russarar, sum taka undir við ukrainsku loysingarherliðunum, fara um ukrainska markið Orsøkin er illgruni reistur í amerikanskum fjølmiðlum um at yvirgangsfelagsskapurin al Qaeda í Sýria og Yemen arbeiðir við at menna bumbur, sum trygdareftirlitið ikki er ført fyri at síggja, og sum tískil eru lættari at smugla í flogfør. Amerikanski ráðharrin fyri innlendistrygd hevur váttað, at myndugleikarnir eru á varðhaldi, og at orsøkin til herda trygdareftirlitið eru ítøkiligar hóttanir, men fleiri viðmerkingar vildi hann ikki gera. Nógv flogfør flúgva úr Bretlandi til USA hvønn dag. Bert í dag til dømis fara 80 flogfør vestur um Atlantshavið, og ferðafólkini hava fingið at vita, at fráferðirnar kunnu verða seinkaðar, av tí at trygdareftirlitið er neyvari. 10 vinylskorin filmskut uttan myndir kann vera ein yvirskrift. Annars er talan um plátu, Lív hevur gjørt allar tekstirnar, meðan Lasse hevur gjørt tónleikin. Plátuhúsin er gjørdur á Steinprenti av Hanni Bjartalíð. Syndefaldet En historie om et virkeligt godt menneske ein stuttsøga eftir William Heinesen framborin av sjónleikarunum Maritu Dalsgaard og Gunnvá Zachariasen við live tónleiki eftir Tine Surel Lange Søgan Syndefaldet sprettur úr føroyskar fortíð, um vinalag, hetjubrøgd, trúsemi og um hin lokkandi, draganda Eros, sum javnan megnar at vekja og tøla veika mannalyndið. Sum altíð hjá William Heinesen liggur skemtið allatíðina aftanfyri tað alvorliga, tað hábarsliga flættað saman við tí hugfarsliga, tað sorgblíða og loyndarfulla detta hvørt um annað, kroppur og tanki í ævigum tvídrátti og allatíðina við einum søtum, søtum skálkabrosi . Karrusellin hevur vitjað á tjóðpallinum. Í Barnaútvarpinum leygardagar í summar, hoyra vit útvarpsleikir. Valbakkaskógurin er ein lítil heimur, sum onkur kanska vil siga, ikki er til, men sum í mangar mátar minnir um okkara egnu stóru verð. Og Klintrimús og Mortan og Bamsi og Mikkkjal og hini øll í skóginum eru ikki vanlig dýr, men hugflogið hevur lænt teimum nøkur eyðkenni bæði frá dýrum og fólki. Tey hava nøvn av djórum og nakað væl av útsjóndini við, men hava eisini klæði uttaná sær og ganga á tveimum beinum og búgva í húsum og minna eitt sindur um okkum menniskju í mongum av tí, tey gera og siga og hugsa. Í Valbakkaskóginum finnur tú eisini, eins og í okkara stóru verð, ein longsul eftir friði og tryggleika og virðing fyri hvørjum øðrum. Finnbogi Johannesen og Marius Rein tóku upp. 268 kvinnur høvdu í 2011 300.000 krónur ella meira í tøkum peningi, tá skatturin varð goldin. Men nógv fleiri mannfólk hava meiri pening eftir. Í 2011 høvdu 2947 menn 300.000 krónur ella meiri í tøkum peningi, tá skatturin var goldin. Tað vil siga, at 2679 fleiri menn enn kvinnur høvdu 300.000 krónur ella meira eftir í tøkum pengini eftir skatt. Tey flestu høvdu 100.000 til 200.000 eftir, 17.096 fólk 9980 kvinnur og 7116 menn. Eisini høvdu nógv 200.000 til 300.000 krónur eftir, tá skattur varð rindaður 4660 menn og 2569 kvinnur. Føroyar vórðu riknar við stórum halli í fjør. Roknskapurin hjá landinum vísti 412 milliónir krónur í halli, og tað var munandi meira, enn landsstýrið ætlaði og væntaði. Hann væntar, at úrslitið í ár verður nógv betri. Og formaðurin Fíggjarnevndini væntar framvegis, at hallið á fíggjarlógini verður burtur í 2016 Mynd Hóast hallið í landskassanum framvegis er stórt, væntar formaðurn í Fíggjarnevndini, at hallið verður burtur í 2016 sum ætlað Eingin vilji er at byggja og fíggja, hvørki tennisvøll ella tennishøll, og tí var tennis ikki partur av umsóknini, sum ÍSF dyrgdi við í royndini at fáa Oyggjaleikirnar til Føroya í 2019. Martin Nolsøe Simonsen, sum umboðar bæði tennis og nýggja ítrótt í stjórnini hjá ÍSF, hevur fýlst á, at til dømis tennis ikki var partur av eini tiltaksætlan, um trygd ikki fekst fyri, at golfvøllur varð liðugur. P f Faroe Origin hjá Bacalao, Varðanum og Framherja, sum rekur flakavirki og trolarar, hevur sett 14 milliónir krónur í felagið í nýggjum partapeningi. Samstundis er gamli partapeningurin, sum vará 14 milliónir, niðurskrivaður til null til at rinda hall við. Í fjør summar varð upprunaligi partapeningurin, sum var 50 milliónir krónur, niðurskrivaður til null, eisini til at rinda hall. Eigararnir hava sostatt niðurskrivað 64 millónir krónur ella allan partapeningin til null, og síðani reist 14 milliónir í nýggjum partapeningi. Síðani Faroe Origin varð stovnað fyri trimum árum síðani, hava eigararnir sett 78 milliónir krónur í felagið, upplýsir Vinnuvitan. Fleiri enn 200 neistafólk eru í hesum døgum á vælkendu svenski hondbóltskappingini Partille Cup, har fleiri enn 25.000 fólk úr øllum heiminum eru samlaði. Átakið fer av bakkastokki eftir summarfrítíðina, men longu nú hevur fólkaheilsuráðið lagt út lítlan roknara, har tú kanst rokna, hvussu nógvar alkoholeindir, tú drekkur um vikuna. Fólkaheilsuráðið sigur, at summi geva sær ikki far um, hvussu nógv tey í veruleikanum drekka og tí er tað neyðugt at telja alt saman á ein skipaðan hátt. 6.200 metrar høga Denali fajallið í Alaska er nummar tvey í røðini av The Seven Summits, sum Brandur ætlar at klintra. Fjallið, Aconcagua, er slakar 7.000 metrar, og 200 metrar restaðu í hjá Brandi at náa tindin, so hetta telur ikki við hjá honum. Hann hevur tó um at fara niðan á Aconcagua enn einaferð, tó uttan ferðaleiðara, tí nú heldur Brandur seg kenna leiðina. Um tríggjar vikur verður nýtt tónleikatiltak hildið í miðbýnum í Havn. Tað er Tórshavnar Ítróttarráð, ið skipar fyri hesum degi, sum samstundis er ein byrjan uppá Ólavsøkuna. Svenski býarrætturin skal um 12 dagar viðgera avgerðina um at handtaka Assange av nýggjum, og broytir rætturin avgerðina, kann Assange fara av sendistovuni. Julian Assange er ákærdur fyri eina neyðtøku, sum hann skal hava framt í Svøríki í 2010. Tá ákæran varð reist, varð Assange staddur í London, har hann vendi sær til politiið. Men tá ein enskur dómstólur í 2012 gjørdi úrskurð um at útflýggja Assange til Svøríkis, leitaði hann sær friðskjól á sendistovuni hjá Equador, og har hevur hann verið síðani. Nú sakførararnir hjá Julian Assange hava latið rættinum nýggjar uppýsingar og krevja handtøkuboðini strikað, fer svenski býarrætturin at viðgera málið av nýggjum um 12 dagar. Prógvini móti Julian Assange skulu vigast av nýggjum, og sakførari hansara, Per E. Samuelsen, sigur við Expressen, at hann hevur góðar vónir um viðgerðina. Løgreglan hevur vakmyndatól á bygninginum, og tí er lætt at staðfesta, hvør gerningsmaðurin er. Og hann verður handtikin í morgun, sigur Rani Wardum, vakthavandi á politistøðini. Í Leirvík vórðu boð seint í gjárkvøldið send eftir sløkkiliðnum, tí hildið var, at eldur var í skúlanum. Tá fólk kom á staðið, varð greitt, at tveir menn høvdu kynt eld í tvær eingangsgrillir, og tað elvdi til nógvan royk. Finnur Koba hitti Birgir umborð á Norðlýsinum fyrrapartin í gjár, áðrenn sluppin fór á Føroya Regatta, og hann er Vangamynd í Degi og Viku í kvøld Hanne Magnussen bókavørður á býarbókasavninum í havn viðmælir nýggjar góðar bøkur og eina ljóðbók, sum øll áttu at lisið í summar. Kappingareftirlitið og BankNordik samdust um á fundi í gjár at senda Fíggjareftirlitinum nakrar spurningar, sum partarnir eru ósamdir um Miðalnýtslan í Føroyum er 6,6 litrar av reinum alkoholi um árið, og sambært Páli Weihe, formanni í Fólkaheilsuráðnum, liggja Føroyar væl fyri samanborið við onnur lond í heiminum eisini í Norðurlondum. Einki mark er fyri skaða av rúsdrekka, sigur Pál Weihe, og kanningin er ætlað teimum, sum kunnu fáa ringa heilsu av støðugari nýtslu at rúsdrekka. Fólkaheilsuráðið vísir á, at summi geva sær ikki far um, hvussu nógv tey í veruleikanum drekka, og tí er tað neyðugt at telja alt saman á ein skipaðan hátt. Seinastu árini hevur hotellið verið opið eftir avtalu, og tann skipanin heldurfram, men kømur og seingjapláss eru øll útleigað til Articon, upplýsir stjórin á Hotel Norð, Jógvan Heinesen. Landsstýrismaðurin í mentamálum sigur, at tað liggur í kortunum, at útbúgvingin skal bjóðast út í Føroyum, og ætlanin er, at arbeiðið at skipa útbúgvingina skal byrja í heyst. Faroe Origin hevur verið tungur burður hjá eigarunum, Framherja, Varðanum og Bacalao, sum í 2011 keyptu tað, sum eftir var av Faroe Seafood. Feløgini settu 50 milliónir krónur í felagið, men tað hevur ikki gingið eftir vild, og í fjør var partapeningurin mistur. Tá settu feløgini aftur 14 milliónir krónur í Faroe Origin, men tann partapeningurin er eisini farin. Sostatt hava eigararnir mist 64 milliónir krónur hesi trý árini. Nú hava feløgini aftur sett 14 milliónir krónur í felagið, og nú vænta tey at fyritøkan fer at bera seg, sigur Anfinn Olsen, stjóri. Hann sigur, at eigararnir í fjør avgjørdu at avskriva tað, sum Faroe Origin skyldaði eigarunum, og tí var úrslitið í fjør ikki negativt. David Jacobsen, tekniskur stjóri í Faroe Origin, sigur, at tá fyritøkan byrjaði, gekst væl, tí væl av fiski var at fáa ta fyrstu tíðina. Men síðani hevur ikki gingið serliga væl, tí lítið av fiski hevur verið at fingið. Tað hevði við sær, at felagið avgjørdii at leggja tveir trolarar, Rók og Lerk í fjør. Felagið keypti eisini tveir trolarar úr Vági, sum fingu navnið Skúgvur og Munkur. Teir vórðu keyptir fyri at fáa skipunum fleiri fiskidagar. Nú eru Rókur og Lerkur farnir aftur í vinnu, tí teir eru størri og betri skip enn Skúgvur og Munkur, sum eru lagdir. Teir eru lýstir til sølu, men fiskidagarnir fylgja ikki við. Onkur fyrispurningur er komin, men einki ítøkiligt boð, tí skipini verða seld uttan fiskidagar, sigur David Jacobsen. Fiskidagarnir, sum Skúgvur og Munkur áttu, skulu hinir seks trolararnir hjá felagnum brúka. Faroe Origin eigur flakavirkið í Runavík og virkið á Toftum. Felagið sjálvt nýtir bert virkið í Runavík, og hevur leigað virkið á Toftum til Vaðhorn. Virkið í Vestmanna var eisini við í keypinum, men tað varð selt fyri tveimum árum síðani. David Jacobsen sigur, at felagið hevur nýtt nógvar pengar til virkið í Runavík, sum nú virkar betur. Nógvir pengar eru eisini nýttir til skip, so samanlagt hava útreiðslurnar verið stórar. Men nú sær bjartari út, sigur David Jacobsen. Og við at seta 14 milliónir krónur í nýggjum partapeningi í Faroe Origin, vænta eigararnir, at tað fer at bera til, sigur Anfinn Olsen, stjóri. Fyri sløkum fimm mánaðum síðani vísti eitt yvirlit hjá Løgmansskrivstovuni, at vit høvdu 145 almennar nevndir og ráð í Føroyum við tilsamans 743 nevndarsessum. Løgmaður boðaði frá, at hann ætlaði sær at fækka talið á nevndum, og gera tær bíligari. Men enn er ongin nevnd tikin av. Tvørturímóti eru tríggjar nevndir komnar aftrat í bunkan við almennum nevndum og ráðum. Tríggjar rættiliga trivaligar nevndir. Hálvan mai varð partafelagið Eystur og Sandoyartunlar sett á stovn. Í nevndini eru sjey limir. Tvær vikur seinni fingu vit so eitt Útflutningsráð Føroya eisini við sjey fólkum. Og fyri nøkrum døgum síðan almenna partafelagið Visit Faroe Islands sett á stovn og nevnd vald. Í hesari nevndini eru átta fólk. Nevndin kemur í staðin fyri endurstovnaða Ferðaráðið, sum hevði seks limir. Tað vil siga tríggjar spildurnýggjar nevndir við tilsamans 22 nevndarlimum, sum allir skulu hava løn fyri arbeiðið. Ongin nevnd er løgd niður hesa tíðina, upplýsa tey á Løgmansskrivstovuni. Tá aðalráð stovna ella taka nevndir av, skal Løgmansskrivstovan hava boð um hetta. Tað er eitt sindur ymiskt, hvørja samsýning nevndirnar fáa. Í tunnilsnevndini fær formaðurin 8.000 krónur um mánaðin í samsýning, næstformaðurin 6.000 kr, og hinir nevndarlimirnir fáa 4.000 krónurum mánaðin. Tilsamans kostar hendan nevndin yvir 400.000 krónur um árið. Í Útflutningsráðnum fáa allir nevndarlimirnir fundarpengar, og tað verður væl minni enn í tunnilsfelagnum. Samsýningin liggur millum 525 og 1575 krónur hvørja ferð, alt eftir hvussu langur fundurin er. Á Løgmansskrivstovuni siga tey, at ætlanin er at útflutningsráðið skal hava tveir fundir um árið, men at tað í fyrstuni kanska verða fleiri fundir. Enn er ikki avgjørt, hvørja samsýning, teir átta nevndarlimirnir í Visit Faroe Islands fáa. Í viðmerkingunum til lógaruppskotið stendur, at landsstýrismaðurin skal góðkenna samsýningina hjá nevndini. Hóast tað higartil ikki hevur eyndast at lækka talið á nevndum, eru samsýningarnar til eina av almennu nevndunum tó lækkaðar. Tað er í Fíggingargrunninum, har lønin hjá formanninum er lækkað úr 18.000 krónum niður í 6.000 krónur um mánaðin, og samsýningin til nevndarlinmirnar er farin úr 9.000 krónum niður í 4.000 krónur. Orka góvu í dag út nýggja sjónbandalagið Leipzig III We Have Fallen Into Each Other . Listakvinnan Kirstin Helgadóttir hevur filmsstjórnað marglitta sjónbandið, og er tað Sámal Blak, pall sniðgevi, hevur gjørt maskuna í sjónbandinum. Lagið er av fjórðu fløguútgávuni hjá Orka, sum kom út 4. juni . Fløgan ber heitið Leipzig, sum kemur av, at helvtin av grundunum eru tiknar upp í einum týskum biografi frá undan krígstíðini. Nakrar eru somuleiðis upptiknar í Sjibrandahuis í Hollandi. Les meira um fløguna her. Síðani minningardagin í fjør eru níggju fólk deyð ein kvinna og átta menn og tað sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd vera eitt alt ov høgd tal. Ikki tí ein og hvør ferðsluvannlukka er altíð ein ov nógv, men samanbera vit við grannalondini seinastu árini, eru flest deyð í ferðsluni í Føroyum í mun til fólkatalið. Í Danmark, Noregi og Svøríki eru millum trý og fýra fólk deyð um árið seinastu árini og tað talið er í mun til hvørjar 100.000 íbúgvar. Í morgin er dagurin, tá sjálvboðin, teirra millum limir í felagnum Føroya Ellisakfør, fara út at leggja blómur á støð, har ferðaluvannlukkur, ið hava kravt mannalív, hava verið. Men haraftrat verða 281 pør av skóm at síggja á Torginum í SMS, eitt skógvapar fyri hvørt fólk, sum er deytt í ferðsluni, tað veri seg kvinna, maður ella barn. Russiskt vinarligu uppreistrarliðini hava tikið seg aftur úr býnum Sloviansk, ið hevur verið ein týðandi skansi hjá teimum loysingarsinnaðu í Eystur Ukraina. Uppreistrarliðini hava tikið seg aftur undan ukrainska stjórnargherinum, sum væl mannaður hevur tikið býin og hevur sett ukrainska flaggið á aftur stjórnar bygningin í Sloviansk. Tveir aðrir smærri býir eru eisini tikinir aftur frá russiskt sinnaðu uppreistrar liðunum, ið hava tikið seg aftur til býin Krama torsk. Uppreistrarliðini siga talan vera um eina taktiska afturtøku, sum oftast merkir, at tap er í hendi, tí tað ikki longur ber til at verja tað, ið tikið er. Hinvegin er støðan tann, at taka øll uppreistrar liðini seg aftur fyri at savnast í Donetsk, kann tað fara at verða ein avbjóðing fyri ukrainska stórnarherin at berja niður russisk sinnaðu uppreistrar liðini. Fyrr í vikuni fór ukrainski stjórnarherurin undir átakið at fáa eystur ukraina undir aftur stjórnarvaldið í Kiev. Tað varð gjørt eftir at russiskt sinnaðu uppreistrar liðini ikki vildu taka av eini vápnahvíld, sum nývaldi ukrainski forsetin bjóðaði teimum, tá hann varð settur í embætið herfyri. Uttanríkis ráðharrarnir í Ukraina, Russlandi, Týsklandi og Fraklandi hittust fyrr í vikuni á fundi í Berlin og samdust um, at friður skal fáast í lag í Eystur Ukraina og at ein vápnahvíld skuldi fáast í lag í dag. Enn er tó einki, sum bendir á tað. Hinvegin skulu týski samveldis kanslarin Angela Merkel og franski forsetin Francois Hollande hava gjørt russiska forsetanum Vladimir Putin púra greitt, at nú er tolið uppi, og at hann skal gera sína ávirkan galdandi, so tey russiskt sinnaðu í Eystur Ukraina gevast við vápnaða uppreistrinum og leggja vápnini. 5 mannafør dreingir 1 Fípan Fagra 04 57.16 2 Blikur 05 00.15 3 Ternan 05 02.22 4 Frúgvin 05 06.18 5 Jallurin 05 07.24 6 Tekla 05 13.19 7 Hvassi 05 19.19 5 mannafør gentur 1 Silja 05 22.13 2 Fípan Fagra 05 22.19 3 Drekin 05 24.08 4 Jallurin 05 25.03 5 Spógvin 05 27.23 6 Blikur 05 27.23 7 Ørnin 05 34.03 Freistin at søkja um upptøktu í kvotu 2 var fyrr í ár, 15. mars. Í kvotu tvey verður hugt eftir arbeiðsroyndum, øðrum royndum og eisini ummæli. Ferðastuðul verður veittur fyri ferðing, bæði á landi og sjóvegis, millum bústað og arbeiðsstað í Føroyum. Søkjast kann um ferðastuðul fyri teir arbeiðsdagar, umsøkjarin hevur ferðast millum bústað og arbeiðsstað. Ein maður var dottin og hevði fingið skaða í andlitið. Maðurin hevði drukkið ov nógv og var illur í sær. Løgreglan fekk tó sissað mannin, sum varð fluttur á skaðastovuna til kanningar. Vakthavandi á politistøðini í Havn, Per Skov, sigur, at tað hevur verið óvanliga friðarligt, tá hugsað eisini verður um, at ikki minni enn fýra stór tiltøk hava verið kring landið um vikuskiftið, regatta í Hvalvík, stevna í Vestmanna og Fuglafirði og Liva tiltakið á Tvøroyri. Høvuðspersónurin, Sóley, er ein gløgg og sjálvstøðug genta, sum býr í Reykjavík saman við mammu sínari. Hon dugir væl í skúlanum, men trívist ikki, tí at floksfelagarnir av óskiljandi orsøkum happa hana hetta sigur hon ikki fyri nøkrum. Tíbetur fær lívið aðra vend, tá ið ein nýggj genta, sum ikki er sum hini, fer at ganga í flokkinum. Leikur í talvi er ein innilig, spennandi og væl skrivað søga, sum hóskar til lesarar á øllum aldri. Bókin vann Íslendsku barnabókavirðislønina í 2000. Ragnheiður Gestsdóttir skrivaði. Laurina Niclasen týddi til føroyskt. Birita Ludvíksdóttir lesur. Úr øðrum holinum, sum er 200 metrar djúpt, renna góð 2 tons um tíman, og úr hinum holinum, sum er 165 metrar djúpt, renna 33 tons um tíman. Verður samanborið við okkara grannalond seinastu árini, eru flest deyð í ferðsluni í Føroyum í mun til fólkatalið. Í Danmark, Noregi og Svøríki eru umleið 3 3,7 deyð seinastu árini fyri hvørjar 100.000 íbúgvar, skrivar Ráðið fyri ferðslutrygd. Øll, sum vilja syngja, eru væl komin í kórið, sum hevur fyrstu venjing sína í Læraraskúlahøllini nú sunnudagin, hin 13. juli klokkan 15. Eitt ógvisligt álop á føroyska rættarsamfelagið og á rættartrygd borgaranna, sum eingin fólkavald politisk skipan kann lata um seg ganga. BLF, felagið hjá teimum sum arbeiða í landsfyristingini, var ikki í iva, tá dómur skuldi sigast um Kjakupplegg um bygnað í landsfyrisitingini , sum felagið fekk til hoyringar. Búskapar og Løgfrøðingafelagið ávarar staðiliga ímóti, at tílíkar ógvisligar og enntá ógrundaðar sparingarnar, sum tikið verður til, verða framdar. Nevndin í BLF heldur, at lýsingin og viðgerðin av verandi stjórnarráðum, sum skal vera grundarlag undir umfevnandi sparingum og bygnaðarbroytingum í fyrisitingini, er ov grunn. Uppleggið megnar ikki at geva eina reella mynd av virkseminum í ráðunum og heldur ikki at lýsa vavið og fjølbroytnið, sum eyðkennir stjórnarráðini. BLF heldur eisini, at uppskotið um at spara tíggju milliónir krónur yvir tvey ár í landsfyrisitingini burturav er fullkomiliga órealistiskt. Umroknað til starvsfólk svarar ein slík sparing til, at allir fulltrúar í tveimum stjórnarráum verða sagdir úr starvi, sigur fakfelagið í sínum hoyringarskrivi. Verksmiðjuskipini, Norðborg og Christian í Grótinum, sum hava bíðað í meira enn ein mánað eftir loyvi at fiska makrel, fingu fiskiloyvi leygardagin, tá kunngerðin um fiskiskapin eftir makreli og norðhavssild í 2014 kom í gildi. Norðborg kann fiska 10.185 tons av makreli og Christian í Grótinum 9.516 tons, fyribils tó bara í føroyskum sjógvi og í altjóða sjógvi. Tey bæði Klaksvíksskipini hava eisini fingið loyvi at fiska norðhavssild í føroyskum sjógvi, íslendskum sjógvi og í altjóða sjógvi. Hóast kunngerðin um makrelin og norðhavssildina kom í gildi leygardagin, sleppa onnur enn nótaskipini, sum hava eginkvotur, ikki at fiska fyrr enn 21.juli. Formansskapurin samtykti fyri einari viku síðani at biðja um eykajáttan í ár til grein 19 nevndina, sum kannar Eik Grunnin og eftirlitið við grunninum, og til kanningarstjóran, sum kannar lutin hjá Kára P. Højgaard, sum var landsstýrismaður í innlendismálum, og hjá Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, í ætlanin um privata Eysturoyartunnilin. Harafturat er neyðugt at keypa nýggja útgerð til løgtingssalin, og til hennara verður eisini søkt um eykajáttan, sæst í gerðarbókini hjá formansskapinum. Løgtingsformaðurin sigur, at neyðugt er longu í ár at fáa tingfólki nýggja útgerð til eitt nú atkvøðugreiðslurnar, tí verandi útgerð er ov svikalig. Í 2011 varð soppur staðfestur í høvuðsbygningum hjá grønlendska landstinginum. Sambært Sermitsiaq brúkar grønlendski landskassin meiri enn eina millión um árið at umvæla bygningarnar. Kortini er soppur framvegis, og tí skal nýtt landsting byggjast. Landstingið samtykti í fjør at játta tríggja milliónir krónur til projektering og arkitektakapping. Grønlendski løgtingsformaðurin, Lars Emil Johansen úr Siumut, hevur nú kunnað grønlendsku fíggjarnevndina um ítøkiligu ætlanina at byggja nýtt landstingshús. Lars Emil vísir á trý øki í Nuuk millum annað eitt fríøki við Aqqaluks plássið. Men henda staðsseting hevur fingið grønlendskar borgarar at ressast. Teir vísa á, at hetta er einasta fríøki í býnum, har fólk kunnu sita í friði og náðum. Fleiri grønlendingar mæla til at taka soppafongda bygningin niður og byggja nýggjan á sama staði. Eisini søgusavnsfelagið í Nuuk er ímóti ætlanunum. Nýsælendskir miðlar hava fingið innlit í eina óvanliga hending, sum var í loftrúminum millum Avstralia og Nýsæland 21. mai í ár. Boing 777 flogfarið, ið var á veg úr Perth í Avstralia til Auckland í Nýsælandi við fleiri enn 300 ferðafólkum, varð nakað seinkað undir fráferð. Seinkingini elvdi til so ógvusliga ósemju, at skiparin stongdi stýrimannin úti. Hóast skiparin í tveir minuttir varð biðin um at lova stýrimanninum innaftur, vildi hann ikki lata upp. Eftir tilburðin sendi Air New Zealand flogskiparan heim í tvær vikur at sissa seg. Stýrimaðurin slapp við einari viku. Leygardagin komu luttakararnir í Team Rynkeby Føroyar til Hanstholm við M F Norrønu. Síðan varð farið við bussi til týska markið, til býin PAdborg, har túrurin byrjaði. Sendingin Summarmorgun hevur havt samband við Kathrinu Lindenskov Holm, sum er eitt av hjálparfólkunum á ferðini, hvussu byrjanin hevur verið. Lurtið eftir samrøðuni her. Bogi Løkin h evur fingið fótbóltuppaling sína í NSÍ. Hann spældi tó fyri ÍF í 2011 og 2012. S íðan í fjør hevur hann verið uttanlands. Miðskeiðis í Gasageiranum leyp Ísraelski herurin á við ómannaðum flogførum. Tað álopið kostaði tveimum Fatah fólkum lívið. Sjey mans úr Al Qassam deildum lótu lív, tá ið ísraelar sleptu eini bumbu har suðuri í Gasa. Ikki síðan 2012 eru so nógvir hernaðarligir palestinskir falnir. Palestinsk stríðsfólk í Gasa hava skotið einar 25 rakettir yvir um ísraelska markið síðan sunnumorgunin. Tað hendi, eftir at Ísrael náttina fyri bumbaði Gasa tíggju ferðir, skrivar tíðindastovan, Al Jazeera, ið hevur fólk á staðnum. Stríðið millum partarnar er harðnað, eftir at 16 ára gamli palestinin, Mohammed Abu Khdeir, herfyri varð brendur til deyðis. Morðið var eftir øllum at døma hevnd fyri, at palestinar myrdu tríggjar ungar ísraelar í juni. Eduard Shevardnadze, ið var sovjetskur uttanríkisráðharri, tá ið rembingarnar fóru fram í Sovjetsamveldinum og Eysturevropa, doyði í dag. Shevardnadze var 86 ára gamal, nú ið hann andaðist. Hann verður sagdur at vera ein av høvuðsmonnunum aftan fyri sameining Týsklands. Finanswatch.dk skrivar, at Banknordik í Danmark í miðal fær 5,8 stig í kanningini, og tað hevur við sær, at hann er á aftasta plássi. Tíggju stig er hægsti karakterurin. Middelfarts Sparekasse er toppskorari í kappingini. Middelfarts Sparekasse fær 8,8 stig frá sínum kundum, skrivar Finansialwatch.dk Møguleikin at fara í Hægstarætt við ráðgevingini, sum Poul Michelsen fekk frá Eik Banka hálvan juli í 2008, um tryggu virðisbrøvini hjá amerikanska bankanum Lehman Brothers, verður framvegis kannaður. Í Føroya rætti segði Sigurð Poulsen, fyrrverandi landsbankastjóri, at í juli 2008 vóru ávaringartekin um, at Lehman Brothers kundu fara á heysin. Men tað er ikki nóg mikið, sigur Landsrætturin, til at kunnu staðfesta, at ráðgevingin hjá Eik Banka var skeiv, tí Lehman Brothers fóru á heysin tveir mánaðir seinni. Eingin onnur serfrøði í bankamálum, sum kundi mett um møguleikar fyri bankahúsaganginum, varð spurd í rættinum, sigur Eystari Landsrættur í sínum dómi. Og tað eru júst hesi orðini, sum fær advokatin hjá teimum, sum stevndu Eik, Brand Ellingsgaard, at venda møguleikanum at halda fram og fáa bankaserfrøðina, sum Landsrætturin eftirlýsti, í rættarsalin. Fyri at sleppa í Hægstarætt við einum sakarmáli, skal søkjast um loyvi frá einari serligari nevnd, sum kallast Procesbevillingsnævnet. Vit vóru í farnu viku í Runavík og hugdu at høllini, og har hittu vit Sigmar Davidsen, formann í fimleikarfelagnum Støkk, og Birnu Vestergaard, ið er næstforkvinna í Støkk. Tað heldur Jógvan Fríðriksson, biskupur. Hann mælir til at endurskoða skipanina. Ein loysn er at seta ein biskup afturat sitandi biskupi. Greitt er, at ein ítøkilig uppgerð við galdandi leiðslubygnað í fólkakirkjuni longu er ávegis. Uppskot um uppgerðina verða snikkað saman í biskupsgarði. Eg arbeiði av álvara við at fáa ein biskup afturat, ella at dómpróvsturin gevst sum dómpróvstur og v erður biskupur nummar tvey, sigur Jógvan Fríðriksson við útvarpið . Festivalurin verður hildin á økinum við felagsskúlan á Oyrabakka, og Jens Olivur Joensen sigur, at økið er sera væl egnað til hetta tiltak. Summi fólk vita, at tey hava høgt blóðtrýst ella byrjandi sukursjúku. Onnur vita tað ikki. Tey fyrru kenna seg ofta sjúkari enn hini. Úrslitið hjá okkum er týdningarmikið at hava í huga, tá ið vit tosa um ovurviðgerð og sonevnda screening, sigur hann við norska kringvarpið. Danska uttanríkisráðið mælir ikki longur fólki frá at ferðast til Sharm el Sheikh, og tí hevur Atlantis Rejser gjørt av, at Atlantic Airways aftur skal flúgva til Sharm el Sheikh í Egyptalandi. Hetta hevur sum so ongan týdning fyri okkum, tí í tíðarskeiðinum, meðan tað hevur verið mælt fólki frá at flúgva til Sharm el Sheikh, hevur Atlantsflog flogið til Hurghada fyri Atlantisrejser, sigur Jørgen Holme, stjóri í Atlantic Airways. Vit hava flogið til Hurghada fyri Atlantis Rejser, og skjótt skifta vit so aftur til Sharm el Sheikh. Beint nú broytir tað ikki nakað stórvegis hjá okkum, men tað hevur sjálvandi týdning fyri Atlantis Rejser, sigur Jørgen Holme, stjóri. Avtalan millum Atlantic Airways og Atlantis Rejser er galdandi til apríl 2015, og vit leita áhaldandi eftir møguleikum, har vit kunnu brúka tann yvirkapasitet, sum vit hava, sigur stjórin í Atlantic Airways. Nógv bendir á, at lærarar útbúgva seg til arbeiðsloysið. Fleiri fólkaskúlar siga, at teir hava ongantíð fyrr fingið so nógvar umsóknir til størvini, ið eru lýst leys. Aðrastaðni er søgan mest sum hin sama. Sankta Frans Skúli í Havn hevði 35 umsøkjarar til átta størv, og tað er nakað meira enn tey eru von við. Viðkomandi skal søkja av nýggjum, hvørt ár, men er skúlin nøgdur við viðkomandi, vil hann í allarflestu førum vera favorittur til starvið. Sólvá Poulsen úr Klaksvík er útbúgvin lærari um eitt ár. Hon sigur, at tað kom ávart á hana, tá hon hoyrdi, at so nógvar umsóknir eru til lærarastørvini Men eg havi eitt ár eftir av útbúgvingini, og eg fari at brúka tað árið til at taka avgerð, um eg skal lesa víðari ella finna arbeiðið innan fyri okkurt annað øki, sigur Sólvá Poulsen. Jónleif Johannesen, næstformaður í Føroya Lærarafelagi sigur, at felagið er fari at merkja til arbeiðsloysið millum limirnar. Talið á arbeiðsleysum limum var fjúrtan í fjør, men tað er helst hækkað í ár, sigur hann. Hetta er ein nýggj støða hjá okkum, men seinastu tvey árini hava vit merkt til arbeiðsloysið hjá okkara limum, sigur Jónleif Johannesen. Sannlíkt er, at umstøðurnar í sjónum eru orsøkin til ringu støðuna á botninum á fjørðinum og í sundinum, hóast ikki ber til at útiloka, at alingin eigur ein part. Hann sigur, at tey kanska í framtíðini fara at gera kanningar á botninum á firðum og í sundum, men enn er ov tíðliga at siga meira um tað, tí eingin avgerð er tikin um slíkar kanningar. Men meirilutin í Fasta Gerðarrættinum sigur, at størvinum hjá pedagogum í forskúlunum eru longu flokkað í sáttmálanum millum Pedagogfelagið og kommunurnar. Sigmund Poulsen, advokatur hjá Pedagogfelagnum, undrast á, at høvuðsgrundarlagið undir úrskurðinum hjá Fasta Gerðarrættinum er, at størvini í forskúlunum longu eru í sáttmálanum fyri pedagogar, tí tey hava verið lønt eftir hesum sáttmála í nøkur ár. Og ongar ásetingar um forskúla komu í nýggjasta sáttmálanum, sum varð gjørdur 15.januar í ár. Sigmund Poulsen sigur við heimasíðuna hjá Pedagogfelagnum, at partarnir settu sjálvir 1.mai í ár sum freist fyri at gera flokkingina. Tað eydnaðist tó ikki. Sigmund Poulsen sigur, at í juli í fjør skrivaði Kommunala Arbeiðsgevarafelagið til Pedagogfelagið, at forskúlaøkið og innihaldið í pedagogstarvinum eru ikki nóg væl lýst til at fáa flokkingar gjørdar, áðrenn skúlarnir byrja aftur eftir summarsteðgin. Sigmund Poulsen vísir síðani á, at í tí eina málskravinum, sum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið sendi Fasta Gerðarrættinum 23.juni í ár, stendur, at Pedagogfelagið vil ikki føra veruligar og seriøsar samráðingar um at flokka størvini hjá pedagogum í forskúlunum. Advokaturin hjá Pedagogfelagnum undrast tí á, at Fasti Gerðarrætturin sigur, at størvini eru flokkað, tá báðir sáttmálapartarnir siga, at tað eru tey ikki. Í morgin fer eitt ferðalag, sum telur omanfyri 100 fólk, til Íslands, at luttaka í dansistevnuni Barnlek, sum er fyri børn í aldrinum átta til 16 ár. Stevnan verður hildin triðja hvørt ár, og í 2017 verður dansistevnan Barnlek hildin í Klaksvík. Síðstu viku var dreyiskeið í Skúlanum við Løkin. 15 luttakarar vóru á skeiðnum og vóru tey vælnøgd eftir lokið skeið, sigur Hendrik Rubeksen, formaður í dreyarafelagnum. Síðan 2009 hevur dreyarafelagið skipað fyri dreyskeiðum fyri limum, men um ikki er fullteknað, ber øðrum til at luttaka. Gunnar Nolsøe hevur gjørt samrøðu við Hendrik Rubeksen, formann í dreyarafelagnum Herit hevur roynt allar møguligar loysnir at lekja sjúkuna. Eingin hevur tó riggað enn, men í dag fyllir sjúkan ikki eins nógv og fyrr. Fólkaheilsuráðið arbeiðir við at fyrireika eitt átak, sum hevur til endamáls at fáa tey sum drekka í meira lagi, at minka um nýtsluna. Hetta átakið ætla vit skal fara av bakkastokki eftir summarfrítíðina, men longu nú leggja vit ein lítlan roknara á okkara heimasíðu. Hetta er tí, at summi geva sær ikki far um, hvussu nógv tey í veruleikanum drekka, og tí er tað neyðugt at telja alt saman á ein skipaðan hátt. Við hesum útroknara verður tað gjørligt at rokna, hvussu nógvar alkoeindir lítlar, snapsir, genstande tú drekkur um vikuna, og hvussu nógv gramm hetta svarar til. Stjórnarherurin í Ukraina tekur aftur býir, sum russiskt sinnaðu uppreistrardeildirnar hava havt valdið á. Tískil kann tað tykjast sum um, at Ukraina kemur burtur úr kreppuni uttan at detta sundur, men kortini halda serfrøðingar, at tað verður torført at varðveita Ukraina sum eina statseind. Ukraina hevur so stórar fíggjarligar trupulleikar, at landið er um at fara av knóranum. Tí hava vit við ein miseydnaðan stat at gera, har lítið ella einki virkar, sum tað eigur, sigur Karsten Jacob Møller, ið arbeiðir á danska instituttinum fyri altjóða gransking DIIS Tað er kanska í meira lagi at samanbera støðuna í Ukraina við hana í Somalia, men tað gongur tann vegin, sigur Karsten Jacob Møller, sum fyrr hevur arbeitt sum sendimaður verjumálum á donsku sendistovunum í Moskva, Kiev og Minsk. Vestanfyri ganga fólk við einum ynski um, at Ukraina skal menna seg til eitt land við fólkaræði. Tað krevur ein vilja til at geva frá sær vald, tá fólkið hevur talað, men so langt er landið iki komið, ti kalda kríggið millum eystur og vestur er framvegis politiskur veruleiki í Ukraina, sigur Karsten Jacob Møller við danska blaðið Jyllands Posten. Theodor hevur avtalað við hinar prestarnar í norðstreymoyar prestagjaldi, at teir skulu halda fram við góða samstarvinum, so at prestur ikki missur sambandið við kirkjufólkið í Kvívík. Og tí heldur hann, at tað hevur týdning fyri hann persónliga, at halda fast við sambandið til prestarnar og kirkjufólkið í bygdini. Umleið 92 av fólkunum eru kirkjufólk, sigur Theodor. Og tað heldur hann verða eina orsøk til, at fólkið gongur so høgt uppí kirkjuna. Og hetta er ein orsøk, at tað hevur verið so áhugavert, at virka sum prestur í Kvívík. Seinast, eitt slíkt mál varð sent fútanum, var fyri 13 árum síðani. Tá var bótin 20.000 krónur Arbeiðseftirlitið mælir til, at bótin, sum Búsetur skal fáa, eisini verður 20.000 krónur Rakul Róadóttir, er ein av leiðarunum nú tey ungu í Tórshavnar kommunu prýða um býin. Hon heldur at tann føroyski ungdómurin er ómetaliga fittur og raskur. Vit hittu sjey fitt ung fólk í gjár við Svartafoss, tá tey júst vóru liðug at arbeiða. Forseta valevnið Abdullah Abdullah sigur seg hava vunnið forsetavalið í Afganistan, sum varð hildið í juni mánað. Tó vísa fyribils úrslit, nú upptalt verður, at mótvalevnið Ashraf Ghani er á odda. Amerikanski uttanríkisráðharrin John Kerry hevur fyrr ávarað ímóti, at okkurt av valevnunum ella onkur politiskur flokkur sær sær ein møguleika at taka valdið, og sagt verður um Abdullah Abdullah, at hann er ein teirra, ið skal hava slíkar ætlanir. Meðan spenningur er um úrslitið av forsetavalinum, er ein bumba brostin uttanfyri høvuðsstaðin Kabul. Sekstan fólk doyðu teirra millum fýra Nato hermenn. Trý sivilfólk og tveir løgreglumenn hava latið lív í einum álopi nærhendis Bagram, har USA hevur størstu hermannalegu sína í Afganistan. Hesi flogførini hava undantaksloyvi til at seta seg í Reykjavík. Tey eru eisini størstu flogfør, sum sleppa at brúka vøllin regluliga. Flogvøllurin í Reykjavík er ætlaður til innanlandsflúgvingina. Men rutuflúgvingin millum Ísland og Føroyar og Ísland og Grønland hevur tó altíð havt innivist í Reykjavík. Ein orsøk til, at Atlantic Airways ikki hevur fingið loyvi at flúgva til Reykjavíkar við Airbus, er óvissan um framtíðina hjá flogvøllinum í Reykjavík. Ein onnur orsøk er, at myndugleikarnir stúra fyri umsóknum frá øðrum flogfeløgum, sum vilja sleppa at flúgva millum Reykjavík og útheimin við líka stórum flogførum sum Atlantic Airways, um føroyska felagið fær loyvi. Myndugleikarnir stúra eisini fyri at missa undantaksloyvið hjá flogvøllinum í Reykjavík í sambandi við at leita eftir vápnum hjá ferðafólkunum, sum ferðast innanlands. Tað kann hugsast, at flogvøllurin missir hetta undantaksloyvið, um flogvøllurin eisini skal avgreiða ferðafólk, sum koma úr øðrum londum ella fara til onnur lond, skrivar heimasíðan visir.is. Í gjár skrivaði visir.is, at samferðslumyndugleikarnir í Íslandi kanna framvegis, um Airbus flogførini hjá Atlantic Airways sleppa at brúka flogvøllin í Reykjavík. Sum støðan er nú, verður seinasta ferðin hjá Atlantic Airways til Reykjavíkar fríggjadagin 22.august, sigur Jørgen Holme, stjori í Atlantic Airways, við vísir.is. Flogvøllurin í Keflavík er hálvthundrað kilometrar frá Reykjavík. Hjá teimum, sum skulu víðari til eitt nú USA, er fyrimunur at flúgva til Keflavíkar úr Føroyum. Málið um arbeiðsloyvið hjá serbiska AB verjuleikaranum, Dmitrije Jankovic, verður latið aganevndini hjá Fótbóltssambandi Føroya. Tað váttar Virgar Hvidbro, aðalskrivari. Tað var 2. juli, at Fótbóltssamband Føroya og AB fingu eina klagu um arbeiðsloyvið hjá Dmitrije Jankovic. Kæran kom frá B68 eftir 3 2 tapið móti júst AB. AB hevði til í gjár at geva hoyringsskriv og hetta skrivið fekk FSF áðrenn freistin var úti. Nú verður hetta sett saman við teimum upplýsingum, sum Fótbóltssambandið annars hevur, latið aganevndini seinni í dag ella í morgin, sigur Virgar Hvidbro. Aganevndin hevur vanliga 14 dagar at viðgera og koma til niðurstøðu í málum. Men í serligum førum kann freistin verða longd, um tørvur er á tí. Og okkurt bendir á, at tað verður neyðugt, tí einki førdømi, ið líkist, er í føroyskum fótbólti. Virgar Hvidbro upplýsir, at tá einki fordømi er, verður ofta skeitt til grannalond okkara. Bæði í Danmark og Noregi hava vit líknandi dømi. Danska FC Keypmannahavn nýtti í fjør ein leikara ein dyst, hvørs arbeiðsloyvi ikki var í lagi. Hetta varð revsað við eini bót á 20.000 krónur. Og norska Hønefoss nýtti í 2012 ein leikara uttan kravda arbeiðsloyvið í 12 dystir. Tað varð revsað við bót á 75.000 norskar krónur. Hesi dømini tala fyri revsing við bót, meðan ongar ítróttarligar avleiðingar annars hava verið. Niclas Davidsen, formaður í B68, vildi í farnu viku ikki avsanna, at tey við kæruni vóna at vinna dystin á skriviborðinum, sum tey annars taptu á vøllinum. Men formaðurin í B68 sigur eisini, at tey ynskja at royna málið. Tí er arbeiðsloyvið ikki í lagi, so er ógreitt, hvørjar avleiðingar tað fær og tað kunnu tey í Fótbóltssambandinum nú kanna við hesi klaguni, soleiðis at feløgini kring landið fáa greitt at vita, hvør avleiðingin er av at nýta leikarar, hvørs arbeiðsloyvi ikki eru í lagi. Landskappingin í fótbólti er farin í summarfrí, men B68 og AB eru beinleiðis kappingarneytar í niðurflytingarstríðnum. B68 liggur í løtuni undir niðurflytingarmarkinum við níggju stigum. AB er beint omanfyri markið, fýra stig framman fyri B68. Bretskir granskarar hava tikið eitt týðandi stig at menna eina blóðroynd, sum skal vísa, um fólk eru á veg at fáa alzheimer sjúkuna. Kanningar av meira enn túsund fólkum hava eyðmerkt nøkur protein í blóðinum, sum við 87 prosent vissu kunnu siga, at alzheimer sjúkan er ávegis. Úrslitið fer í fyrsta lagi at verða brúkt í royndunum at finna nýggjan heilivág fyri demens, og enn fer tað ikki at bera til hjá fólki at fara til lækna at biðja um at fáa royndina tikna. Granskingin, at finna eina viðgerð fyri alzheimer, hevur ikki havt eydnuna við sær. Í tíggju ára skeiðnum millum 2002 og 2012 eru næstan allar royndir at fyribyrgja ella steðga sjúkuni endaðar úrslitaleysar. Innan læknavísindina verður hildið, at vánaligu granskingarúrslitini hava samband við, at sjúkan er komin ov langt, áðrenn hon verður staðfest, tí heili tíggju ár kunnu ganga frá tí at fyrstu tekinini vísa seg, til sjúkan brýtur út. So leingi eingin viðgerð er fyri sjúkuna, er sjálvsagt rætt at spyrja, havt virði er í at kunna staðfesta fyrr enn nú, at sjúkan er á veg, sigur Simon Lovestone, professari á universitetinum í Oxford í Onglandi. Blóðroyndin fer ikki at verða brúkt einsamøll tá ella um hon verður partur av kanningini fyri at staðfesta alzheimer. Ein slík kanning fer at verða gjørd saman við heilaskanning og kanning av mønuvevnaðinum, verður sagt. Alzheimer sjúkan fer at raka nógv fleiri, enn hon ger nú. Mett verður, at 44 milliónir fólk kring heimin hava sjúkuna, og í 2050 verður talið 135 milliónir fólk. Tað verður ein evropeisk finala eru teir báðir einigir um, men hóast tað so kann tað vera at vit fáa tveir spennandi dystir. HM prátið hitti Dan Brimsvík og Ríkin N. Djurhuus í Vágsbotni í dag. Teir søgdu sína meining um liðini, ið eru í hálvfinaluni og teir vórðu sjálvandi eisini spurdir um møguleikan hjá HB og B36 í ávikavist Champions leauge og Evropa leauge. Leygardagin byrjaði heimskenda súkklukappingin Tour De France, ið hevur sín uppruna heilt afturi í 1903. Seinastu árini hevur doping fylt nógv í súkkling, og tað er ein stórur spurningur, um tað kann reinsast heilt burtur úr ítróttini. Umframt doping og Tour De France snúði prátið seg eisini um føroyska súkkling, nú Effo Kring Føroyar kappingin byrjar um slakar tvær vikur. Granskarasetrið iNOVA hevur nú lagt høli til gransking av ymsum slag í eitt ár, og bæði stjóri og granskarar fegnast um, hvussu nógv longu er komið burturúr. Millum annað fegnast matvørugranskarar. Síðan fyrstu deyðsvanlukkuna í ferðsluni í 1928, eru 281 føroyingar deyðir í ferðsluni. 202 menn og 79 kvinnur. Av hesum vóru 100 børn ella ung, yngri enn 18 ár. Tapið fyri Týsklandi er sjálvsagt eisini tað størsta á heimavølli. Vit skulu aftur til januar í 1939 fyri at finna eitt tap, sum nøkunlunda kann samanberast. Tá tapti Brasil 1 5 fyri Argentina. Brasiliumenn eru tiltiknir fyri at vera suverenir á heimavølli. Tapið fyri Týsklandi var tað fyrsta á brasilskum vølli í 38 ár. Í 1975 tapti Brasil fyri Peru. Eitt annað negativt met, sum bleiv útjavnað er, at nú eru skotin 11 mál ímóti Brasil í hesi HM kappingini. Tað er ikki hent síðani HM í 1938. 1 7 tapið fyri Týsklandi er tað størsta sum ein HM vertstjóð nakrantíð hevur verið fyri. Higartil størsta tapið hjá eini vertstjóð var frá 2010, tá Suðurafrika tapti 0 3 fyri Uruguai. Týskland skeyt fimm mál upp á 29 minuttir í gjárkvøldið, og tað er nýtt met. Gamla metið átti Jugoslavia, sum í 1974 skey fimm mál upp á hálvan tíma í 9 0 sigri á Zaire. Týski áleyparin Miroslav Klose skoraði eitt mál í gjár, og tað hevði við sær, at hann er mest skorandi leikarin í HM høpi nakrantíð. Miroslav Klose hevur tilsamans skotið 16 mál í HM endaspølum. Hann hevur luttikið í fýra. Nógv onnur met vórðu tikin í gjár, og vit hava tey neyvan øll. Einki annað lands hevur skotið sjey mál í einari HM hálv finalu. Týskland skeyt tó seks í 1954, tá teir vunnu 6 1 á Eysturríki. Konjunkturvísitalið gevur ábending um, hvussu brúkarar og vinnulív halda, støðan í búskapinum er beint nú, og hvussu tey meta, gongdin var farnu tólv mánaðirnar og útlitini eru fyri næstu tólv mánaðirnar. Í juni hækkaði vísitalið fyri allar bólkar, sum eru við í kanningini hjá Fíggjarmálaráðnum, uttan í bólkinum tilfeingisvinnur. Har er vísitalið at kalla óbroytt. Men bæði húsarhaldini og vinnulívið eru vorðin nógv bjartskygdari um framtíðina og vænta framgongd næsta árið, upplýsir Fíggjarmálaráðið. Nógvar fyritøkur í byggivinnuni og eitt nú fiskivinnuni siga, at teirra virksemi er avmarkað, tí tær fáa ikki nóg nógv fólk til arbeiðis. Sonja drotning í Noregi kemur til Havnar við kongaskipinum Norge leygardagin 19. juli, her Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, tekur ímóti drotningini. Almenni parturin av vitjanini verður bert hendan eina dagin, 19. juli, og tað, sum eftir er av vitjanini, verður privat. Eftir móttøkuna í Havn verður farið til Kirkjubøar, har drotningin sjálvsagt fer at hoyra søguna um Sverra, sum vaks upp á biskupssætinum og seinni gjørdist kongur í Noregi. Í Kirkjubø verður Sonja drotning eisini boðin til borðs. Almenna vitjanin endar í Listasavni Føroya í Havn. Boðini um ætlaðu vitjanina fekk Løgmansskrivstovan í marsmánað, og tá Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, var gestur hjá býarstýrinum í Oslo undir 200 ára haldinum fyri norsku grundlógini í mai, fekk hann eisini boðini, sum hann almannakunngjørdi, longu meðan hann var í Noregi. Hetta er 11. árið at skipað verður fyri fiskikapping á Eiðisvatni. Undirtøkan hevur verið vaksandi ár undan ári, og fyrireikararnri vóna enn fleiri fólk í ár. Øssur eholm gjørdi samrøðu við Elias Hammer, fyriskipara. 68 ára gamla Dolly Parton, er ein fyrimynd í USA. Fleiri av hennara tekstum vera nýttir í skúlunum, fyri at siga søgur um happing og annað. Serliga er tað teksturin til sangin Coat of many colors, sum Dolly Parton skrivaði í 1969. Í Føroyum noyðast fólk, sum halda seg hava gjørt eitt vána keyp ella enntá halda seg vera lumpað, at fara í rættin, vilja tey krevja sín rætt. Tí eigur brúkarin at fáa tílík mál loyst á slíkan hátt, at kostnaðurin verður avmarkaður, og málsviðgerðin ikki gerst ov drúgv, heldur Brúkaraumboðið. Í ársfrágreiðingini fyri 2013 mælir Brúkaraumboðið eisini til, at Brúkarasamtakið kemur í fíggjarlógina, so tað kann fara at virka aftur. Sofus Hansen, eisini kendur sum Halleluja Sofus, er av álvara blomstraður upp í føroysku miðlamyndini seinastu árini. Karusellin hitti Halleluja Sofus í Vágsbotni til eitt lítið prát um aldur, sang og bilar. Føroysku klæðini eru sera vælumtókt í hesum døgum. Hjá Marjuni Heimá, har tey seyma føroysk klæðir, hava seymikonurnar so nógv at gera, at tað ikki hevur borið til, at tikið ímóti nýggjum bíleggingum í fleiri mánaðir Tað eru serligani tey ungu, ið vilja hava føroysk klæðir, sigur Majbritt Jakobsen stjóri í Marjuni Heima. Tær hava úr at gera við at fáa føroysku klæðini klár til Ólavsøku Og tey ungu eru eisini sera tilvitaði um, hvussu tey føroysku klæðini skulu síggja út. Farvur og snið vilja tey sjálvi sleppa at velja, so at klæðini gerast teirra og ikki líkjast føroysku klæðunum hjá øðrum. Tey vilja hava eitt persónligt samband til klæðini, sigur Majbritt Majbritt sigur eisini, at tað er sera vælumtókt, at finna okkurt gamalt skjúrt ella onkra gamla brosju, sum omman ella langomman hevur átt, og flætta tað upp í tey nýggju klæðini. Men tað er eitt mark fyri, hvat vit vilja gera, sigur Majbritt, og tí er tað komið fyri, at ynskini eru so langt frá føroyska búnanum, at tær kenna seg noyddar at siga frá, at hatta vilja tær ikki seyma. kjallarnum sita tær eisini og seyma føroysk klæðir Í mun til fyrr, so vilja ungir menn hava føroysk klæðir. Og húgvan hevur fingið uppreisn, hon er í dag sera vælumtókt. Eg haldi at tað hevur nakað við tjóðskaparkensluna at gera. Tey kenna seg sum føroying í føroyskum klæðum, sigur Marjun Jakobsen, stjóri í Marjuni Heimá Lurta eftir samrøðuni við Majbritt Kringvarpið tekur upp til lavsøkusendingina Vit hava valt at lata upp aftur nú í summar, sjálvt um okkurt smávegis enn er at fáa uppá pláss, sigur Torkil Mørkøre, leiðari. Arbeiðið, sum eftir er, kann gerast liðugt, hóast Svimjihøllin er opin, og væntandi er alt komið upp á pláss fyrst í september, sigur hann. Brúsu og umklæðingardeildirnar eru gjørdar av nýggjum og í høllini er nú eisini kafeteria. Seinni í summar verður fitnesshølið tøkt, verður sagt. Klaksvíkingurin Bogi Joensen hevur keypt sær ein 39 ára gamla Volvo Valp, ið upprunaliga er eitt hernaðarakfar. Vit hava hitt Boga til eitt prát um sermerkta svenska hernaðarakfarið eins og vit eisini fregnast um eitt nú Kreidler knallertina og Harley Davidson motorsúkluna, sum teljast millum akførini í bilskúrinum. Tað var fyri einum ári síðani, at rúmdargranskarar kunngjørdu, at mátingar frá Voyager 1. góvu eina ábending um, at rúmdarfarið var á veg út úr Heliospheruni, ið er økið, har løddir bitlar og magnetøki frá sólini kunnu mátast, og út í ta interstellara rúmið, har okkara stjørna, Sólin, missir sína megi. Oortskýggið er eitt øki langt burtur frá sólini, har smástjørnur og halastjørnur ferðast. Rúmdargranskarar vita ikki, hvussu leingi tað fer at taka Voyager 1 at ferðast ígjøgnum Oortskýggið, men mett verður, at tað fer at taka millum 14.000 og 28.000 ár. Voyager 1. varð sent út í rúmdina í septembur 1977, og tvær vikur seinni varð systurrúmdarfarið Voyager 2 sent út. Rúmdarførini hava sent túsundtals myndir av fjarum gongustjørnum, so sum Jupiter, Saturn, Uranus og Neptun, og fleiri av mánum teirra niður aftur til jørðina. Voyager 1 hevur ferðast meira enn 19 milliardir kilometrar frá jørðini og er tann manngjørdi luturin, ið er longst burtur frá Jørðini. Rúmdarfarið verður virkið til ár 2025, tí tá brenna lítlu kjarnorkureaktorarnir út. Støðan millum Ísrael og Hamas hevur verið spent síðan 12. juni, tá tríggir ísraelskir tannáringar vóru rændir og síðani myrdir. Nakað seinni varð ein palestinskur drongur dripin. Palestinar halda, at tað var hevnd frá Ísrael. Raketálopini regna nú niður yvir Ísrael . Omanfyri 100 rakettir komu úr Gaza í gjár og álopini hava hildið fram í morgun. Mickey Shemesh, ið er av føroyskari ætt, noyddist at leita sær skjól í einum bumbuskýli í gjár. A fturfyri eina íløgu uppá 220 milliardir krónur fær eitt kinesiskt felag í Hong Kong rættindini til inntøkurnar frá veitini í fimmti ár. Veitin verður 278 kilometrar long, men í tveimum, tí á leiðini er stóra Nicaragua vatnið, sum skipini eisini skulu sigla ígjøgnum. Og umhvørvisfelagsskapir óttast júst fyri Nicaragua vatninum, at tað kann fara at verða dálkað av skipaferðsluni, men kinesiska felagið hevur svarað, at tað fer at gera árinskanningar, áðrenn arbeiðið byrjar. Sagt verður, at ætlanin ikki er at kappast við Panamaveitina, men at kunna bjóða størri skipum enn teimum, sum Panamaveitin kann taka, at sigla millum Karibiska havið og Kyrrahavið. At kapping ikki verður, er tó neyvan allur sannleikin, tí arbeitt verður uppá at víðka Panamaveitina, so hon kann taka størri skip. Ætlanin er, at arbeiðið skal byrja seinni í ár, og at Nicaragua veitin skal vera liðug í 2020. Tað er ov bjartskygt, halda byggikøn og vísa á, at tað tók tíggju ár at byggja Panamaveitina, ið er væl styttri. Aftur ímóti kann so sigast, at amboðini nú á døgum eru væl betri enn fyri hundrað árum síðani. Umframt veitina skulu havnir gerast báðumegin, ein jarnbreyt skal byggjast fram við veitini, og eini nýggjari floghavn verður eisini brúk fyri. Verkætlanirnar fara at tvífalda arbeiðsmegina í Nicaragua og fara at hava við sær, at 400.000 fólk sleppa burtur úr fátækradømi, verður sagt. Ásbjørg Hjelm úr Ægir setti føroyskt met og juniormet í 50 metur bringusvimjing. Hon svam teinin við tíðini 35,33 sekund. Gamla føroyska metið frá 2008 átti Malan Vitalis Bærendsen. Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelagi sett føroyskt juniormet í 400 metur frísvimjing. Tíðin hjá Óla var 3,59,67. Óli tók næstan tvey sekund av gamla metinum, sum hann sjálvur átti. Argentina tryggjaði sær í gjár, fyri fyrstu ferð í 24 ár ,rættin at spæla í HM finalu, tá suðuramerikanska tjóðin vann á Hollandi. Bæði dysturin og umdysturin endaðu málleysir, og tí var neyðugt við brotsspørkum fyri at finna vinnaran. Argentina skoraði síni, meðan hollendararnir brendu tvey. Tey flestu eru tó samd um, at hálvfinalan millum Argentina og Holland man vera ein hin ringasta sølulýsingin fyri fótbólti sum ítrótt. Danski landsliðsvenjarin,Morten Olsen, sum er viðmerkjari hjá Danmarks Radio, segði, at dysturin minti hann um HM í Italia í 1990, sum er kent sum hitt mest turrisliga HM endaspælið nakrantíð, har verjukendur fótbóltur setti dagskránna. Eg keddi meg so nógv, at eg plagdi at sita og lesa bløðini, meðan HM var í 1990, og tað havi eg eisini hug til meðan hesin dysturin er, segði Morten Olsen um hálvfinaluna í gjárkvøldið. Hildi verður annars at hendan heimsmeistarakappingin hevur verið sera undirhaldandi. 167 mál eru higartil skotin í 30 dystum, og tað er væl hugsandi at metið verður tikið, tí enn eru tveir dystir eftir, bronsudysturin og finalan. At tænastuvinnurnar siga seg hava so stóra framgongd og vaksandi eftirspurning er tekin um, at samanumtikið er eftirspurningurin í samfelagnum eftir vørum og tænastum vaksandi, sigur Fíggjarmálaráðið. Og millum teirra, sum keypa vørur og tænastur, eru húsarhaldini. Hjá teimum er vísitalið støðugt hækkað úr minus 29 fyri seks árum síðani, í juni 2008, upp í pluss 13 í juni í ár. Sambært kanningini hjá Fíggjarmálaráðnum eru fólk bjartskygd, tí tey vænta minni arbeiðsloysi og framgongd í búskapinum yvirhøvur næstu 12 mánaðarnar. Ein maður, sum fekk átta mánaða fongsulsrevsing í Føroya rætti fyri at hava gjørt 2,9 kg av hashi úr skunkplantum, fekk fimm mánaðir í Landsrættinum, men bara fyri eitt kilo av hashi. Hóast Landsrætturin tók tríggjar mánaðir av revsingini, halda tey hjá ákæruvaldinum, at revsingin er herd, tí fimm mánaðir fyri eitt kilo er harðari dómur enn átta mánaðir fyri næstan tríggjar ferðir so nógv hash. Annars staðfesti Eystari landsrættur dómin hjá Føroya rætti, sum frídømdi mannin fyri at eiga 219 hampfræ. Tað er ikki prógvað, at maðurin ætlaði at brúka fræini til at planta fleiri skunkplantur. Eystari landsrættur hevur aðrar grundgevingar í sínum dómi enn Føroya rættur. Tí endurskoðar ákæruvaldið nú tey málini um skunkplantasjur, sum eru á veg í Føroya rætt. Fýra skip, tvey norsk, eitt íslendskt og eitt føroyskt, kanna, hvussu nógvur makrelur er í norskum sjógvi, íslendskum sjógvi og í føroyskum sjógvi. Økið, sum verður kannað, er stórt, 2,5 milliónir ferkilometrar, langt norður í Barentshavið, nakað suður um Føroyar og heilt vestur á Hvarvið. Finnur Fríði skal kanna, hvussu nógvur makrelur er í føroyskum sjógvi. Fimm fólk hjá Havstovuni eru við Finni Fríða, skrivar reiðaríið, Varðin, á sínari heimasíðu. Fløgusølan kring knøttin er uppsteðgað, eisini í Føroyum. Men í Týsklandi er tað øðrvísi, tí har økist føroyska fløgusølan. Í fjør seldu Eivør og Hamferð tilsamans 4000 fløgur har, upplýsir Christian Buhl frá Factory 92, sum er tónleikaumboðsstova í Hamburg, ið samstarvar við eitt nú føroyska Tutl. Til samanberingar kann nevnast, at í Føroyum fóru stívliga 500 eintøk av Room hjá Eivør og gott 150 av Evst hjá Hamferð yvir um handilsdiskarnar í tíðarskeiðinum frá 1. mars 2013 til 28. februar 2014, siga tøl hjá Tutl. Tá eru downloads og søla í samband við konsertir og annað ikki íroknað. 73 ára gamli Charlie Watts, 2. juni 1941, sum hevur sitið við trummurnar í Rolling Stones, læt ongan iva vera, at høgi aldurin ikki steðgaði honum at spæla trummur. Í tveir tímar sæt hann aftanfyri trummurnar og gav alt hann átti. Tað gjørdi hinir limirnir í Rolling Stones eisini, sigur Uni L. Hansen, sum var á Roskildefestivalinum 2014. Eisini Stevie Wonder fær góð skotsmál frá Una L. Hansen, hóast danskir ummælarar hildu at konsertin hjá Wonder var alt ov amerikansk. Tórmóður Stórá, yvirlækni og depilsleiðari á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum, er ørkymlaður, nú starvið, hann er í, er lýst leyst av nýggjum. Men hann fekk ikki starvið. Í staðín fyri fekk hann at vita frá leiðsluni á Landssjúkrahúsinum at siðvenjan er, at tá bara ein umsøkjari er til leiðarastørv, verða tey lýst leys av nýggjum. Tórmóður Stórá hevur verið leiðari á Psykiatriska deplinum síðani 1.februar í 2006. Hann var áramálssettur til 1.juni í ár, men játtaði at vera til 1.september. Tórmóður Stórá sigur, at hann er ørkymlaður, sum støðan er. Kann tað hugsast, at leiðslan vil hava ein annan profil í leiðarastarvið, er ein spurningur, hann hevur sett sær sjálvum. Tórmóður Stórá var tann einasti, sum søkti, tá starvið varð lýst leyst fyrru ferð. Tað var 9.mai, og freistin at søkja var til 16.juni. Er bara einans umsøkjari, verður starvið lýst leyst av nýggjum, tí møguliga sá onkur, sum kundi hugsað sær at søkt starvið, ikki lýsingina fyrru ferð. Tann, sum fær starvið, skal taka við 16.september, og hevur starvið sum leiðari hjá teimum 120 starvsfólkunum á Psykiatriska deplinum í seks ár. Hetta skal vera staðið, har fólk steðga á fyri at fáa sær hvíld, siga tey bæði Jacquelin Gardar og Lindi Gardar, sum hava tikið stig til caf Jacqson. Pedgogfelagið hevur biðið Fasta Gerðarrættin um at taka málið upp aftur um bokaduna og arbeiðssteðgin, sum Pedagogfelagið hevði lýst móti forskúlunum. Pedagogfelagið sigur í kæruni, at málið ikki er viðgjørt sambært reglunum um Fasta Gerðarrættin og førir millum annað fram, at gerðarrætturin hevur gjørt úrskurðin út frá einum fyrireikandi fundi, har referat eru tikin, sum eru brúkt í úrskurðinum, uttan at tey, sum vóru til staðar og eru endurgivin, vistu, at fundarreferatini fóru at verða brúkt. Pedagogfelagið ger galdandi, at málið hevur stóran týdning, tí tað snýr seg um tulking og nágreining av verkfalsrættindum og friðarskyldu á arbeiðsmarknaðinum. Og tá formlig brek eru staðfest í viðgerðini av einum slíkum máli, eigur tað at ganga umaftur, heldur Pedagogfelagið. Fasti Gerðarrætturin hevur sett blokaduna og arbeiðssteðgin úr gildi, sum Pedagogfelagið lýsti móti forskúlunum, og t í kunnu námsfrøðingar søkja størvini, Men Pedagogfelagið minnir limir sínar á, at felagið ikki heldur størvini vera umfatað av nøkrum sáttmála og tískil heldur ikki flokkað. Pedagogfelagið hevur biðið Fasta Gerðarrættin um at taka málið upp aftur um bokaduna og arbeiðssteðgin, sum Pedagogfelagið hevði lýst móti forskúlunum. Pedagogfelagið sigur í kæruni, at málið ikki er viðgjørt sambært reglunum um Fasta Gerðarrættin og førir millum annað fram, at gerðarrætturin hevur gjørt úrskurðin út frá einum fyrireikandi fundi, har referat eru tikin, sum eru brúkt í úrskurðinum, uttan at tey, sum vóru til staðar og eru endurgivin, vistu, at fundarreferatini fóru at verða brúkt. Pedagogfelagið ger galdandi, at málið hevur stóran týdning, tí tað snýr seg um tulking og nágreining av verkfalsrættindum og friðarskyldu á arbeiðsmarknaðinum. Og tá formlig brek eru staðfest í viðgerðini av einum slíkum máli, eigur tað at ganga umaftur, heldur Pedagogfelagið. 25 ára gamli Tróndur Dalsgarð er í løtuni einasti føroyingurin, sum lesur til fotojournalist. Myndatøka er fyri hann ein intimur og persónligur máti at dokumentera sín egna gerandisdag, men snýr eisini um at lýsa søgurnar hjá øðrum menniskjum gjøgnum linsuna. Les samrøðuna her. Ungir fraklendingar, sum ætla sær til Sýria og Irak at kríggjast saman við eindum hjá hernaðarligum islamistum, skulu ikki sleppa av landinum. Tað heldur franski innanríkisráðharrin Bernard Cazeneuve. Hann fer at leggja fram lógaruppskot, ið gevur heimild at geva fólki útferðarbann úr Fraklandi, um franska fregnartænastan hevur illgruna um, at tey ætla sær til Sýria og Irak at kríggjast saman við viðgongdu islamistunum. Men tað stigið fer neyvan at verða nøkur forðing, halda eygleiðarar, tí landamørkini í Evropa er løgd niður. Tí er tað møguligt at ferðast frítt til Grikkalands og heilt upp at markinum til Turkalands, har islamistar úr Sýria og Irak hjálpa teimum um markið og ígjøgnum landið. Hvønn dag fara tveir ella tríggir ungir muslimar úr Fraklandi og í flestu londum í vesturheiminum stúra myndugleikarnir fyri, at hesir ungu venda aftur ella verða send afur til heimlandið at fremja yvirgang. Tí hava níggju ES lond tikið undir við einum felags stigi, ið hevur til endamáls at fylgja við, hvør tað er, ið fer til Sýria og Irak og samstundis tryggja, at tey ikki koma aftur at fremja yvirgang. Talan er um eitt grovt brot, ein kendan fótbóltsspælara, sum eisini skal vera fyrimynd og so er hetta ikki fyrstu ferð, at hann fremur tílíkt brot. Hesar vóru grundgevingarnar hjá aganevndini í FIFA, tá hon ásetti dómin hjá Luiz Suarez. Og nú hevur yvirkærunevndin hjá FIFA so staðfest avgerðina hjá aganevndini. Ein av limunum í yvirkærunevndini er Christian Andreassen, forseti í Fótbóltssambandi Føroya. Løgreglan kann eitt mál um herverk á keiini í Skopun í gjárkvøldið. Fólk frá Sea Shepherd vóru ónøgd við, at kommunan hevur sett upp ketu við lási á fyri bátadráttin. Hallmar Winther, varaborgarstjóri í Skopun, sigur, at Skopun hevur altíð havt ein bumm ella ketu fyri bátadráttin, tí hann liggur soleiðis fyri, at um illa vil til, so kunnu bilar koyra beint út av bátadráttinum. Ketan er har fyri at forða fyri hesum. Men í gjárkvøldið vildu Sea Shepherd sleppa at draga bát í dráttinum. Løgreglan hevur avhoyrt Hallmar Winther og fólkini frá Sea Shepherd, og nú verður frágreiðing skrivað. Eisini skal staðfestast, hvør hevur brotið lásið og framt harðskap á ognir hjá kommununi. Hernaðarliga stríðið millum Ísrael og Palestina heldur fram, og hvørgin partur tykist at vilja steðga við sínum álopum. Ísrael er ikki tilreiðar at steðga sínum álopum, men um palestinar gevast við at senda rakettir inn í Ísrael, so gevast vit, eru boðini frá trygdardeildum í Ísrael. Ófriðurin hevur tikið seg upp av fleiri orsøkum. Friðarsamráðingarnar slitnaðu herfyri, síðani vórðu tríggir ísraelskir ungdómar burturfluttir og seinni funnir myrdir og síðani burturfluttu ísraelskir búreisingar ein ungan palestinskan drong og brendu hann livandi, greiðir Tommy Petersen frá, sum arbeiðir í Ramalah. 23 ára gamli Alvi Joensen gongur á konservatorium í Malmø og hevur spælt gittara, síðan hann var átta ár. Karusellin hitti Alva til eitt prát um hvar áhugin fyri tónleiki byrjaði, munin millum klassiskan og rútmiskan tónleik, og hvussu tað var at verða nr. 2 í tónleikakappingini Stella Polaris fyrr í ár. Tvey stykki vórðu eisini framførd í sendingini, har eitt hevur eina heilt serliga søgu. Ert tú typan, sum dámar at syngja frammanfyri speglinum ella niðri í Glitnir aftaná for nógvar sjussar, hevur tú kanska varnast, at løgini hjá Beyonce eru ótrúliga torfør at syngja. Júst av hesari orsøkini fór sjónleikarinnan og rithøvundurin Nina Millin undir røðina The Beyoncelogues , har hon framførir løg hjá Beyonce, sum vóru tey monologar í einum sjónleiki. Millin gjørdist sjálv púra bilsin av, hvussu væl videoini vórðu móttikin. Best umtókta tulkingin hjá henni, sum sæst omanfyri, hevur nærum 350.000 vitjanir á Youtube. Eg man hava misskilt, hvussu væl umtókt Beyonce er. Eg haldi, at vit ordiliga hava fatur í onkrum her, sigur hon við Esquire . Í løtuni eru tríggjar av hennara tulkingum á Youtube, men eftir sigandi eru fleiri ávegis. Víkingur spældi í gjár 1 1 javnleik móti FC Daugava úr Letlandi, og tað hevði við sær, at Víkingur fór víðari við samanløgdum 3 2 sigri. Norska mótstøðuliðið, Tromsø, spælir í næstbestu norsku deildini. Teir fluttu niður í fjør, men vóru millum feløgini í Evropa sum fingu fægst kort, og tí komu teir við í Evropa League gjøgnum Fair Play skipanina hjá UEFA. Tromsø er í løtuni á øðrum plássi í næstbestu norsku deildini, og teir spældu seg sannførandi víðari úr fyrsta undanumfarinum í Evropa League. Norska felagið vann samanlagt 13 1 á FC Santos Tartu úr Estlandi. 7 0 og 6 1 endaðu dystirnir. Bæði vanlig starvsfólk og leiðslutoymið í Psykiatriska deplinum gjørdu vart við seg hjá leiðsluni á Landssjúkrahúsinum, tá tey frættu, at Tórmóður Stórá, leiðandi yvirlækni og depilsleiðari, tók umsókn sína aftur, nú starvið, hann er í, varð lýst leyst av nýggjum, tí bara ein umsøkjari var. Leiðslutoymið, níggju millumleiðarar, undrast á, at starvið er endurlýst og stúra fyri avleiðingunum, nú Tórmóður Stórá hevur tikið umsókn sína aftur. Leiðslutoymið setti leiðsluni á Landssjúkrahúsinum nakrar spurningar um málið, millum annað, hví eingin í leiðslutoyminum er í setanarbólkinum, hví starvið er lýst leyst aftur, og um setanarbólkurin hevur tikið atlit til møguligar avleiðingar fyri psykiatriina í Føroyum, um endurlýsingin hevur við sær, at eingin, ella minni skikkaður umsøkjari enn Tórmóður Stórá, søkir. Leiðslutoymið, sum er samt, endar brævið til sjúkrahúsleiðsluna við at vísa á, at Tormóður Stórá hevur teirra fulla álit og stuðul til at halda fram í starvinum sum leiðandi yvirlækni í deplinum. Eisini starvsfólk í deplinum, P40, siga seg vera sera ørkymlað, nú, sum tey siga í brævi til sjúkrahúsleiðsluna, nú útlit eru fyri, at Tormóður Stórá ikki verður leiðandi yvirlækni í deplinum. Og tríggir sjúkrarøktarfrøðingar í Psykiatriska deplinum stuðla eisini Tórmóði Stórá í lesararbrævi undir yvirskriftini Skelkur á Psykiatriska deplinum. Fyri at binda um heilan fingur verður starvið tí lýst leyst av nýggjum. Tað hevur Landssjúkrahúsið sum almennur stovnur eisini skyldu til at gera, sigur Naina Túgvustein. Í slíkum førum fáa tey, sum eiga einastu umsóknina, boð um, at tey kunnu lata umsóknina liggja, so teimum nýtist ikki at søkja av nýggjum, og at umsókn teirra ikki er viðgjørd, tí starvið er lýst leyst av nýggjum. Tórmóður Stórá, leiðandi yvirlækni og depilsleiðari í Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum, tók tó ikki av tilboðnum um at lata sína umsókn standa við. Hann tók hana aftur. Og hann veit ikki enn, um hann fer at søkja starvið, nú tað er lýst leyst av nýggjum, tí bara ein umsøkjari var. Tórmóður Stórá hevur verið leiðari í Psykiatriska deplinum í meira enn átta ár. Freistin at søkja starvið sum leiðandi yvirlækni og depilsleiðari í Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum er nú til 1.september. Heilsumyndugleikar í Vesturafrika hava mist tamarhaldið á mest umfatandi ebolasóttini nakrantíð. Teir óttast, at vandamikla sjúkan fer at spjaða seg til fleiri lond og stórbýir. Higartil eru 518 fólk deyð og 844 smittað, sigur heimsheilsustovnurin, WHO. Ebolasjúkan er vandamikil. Hildið verður, at næstan 9 av 10, ið fáa smittuna, doyggja av henni. Her koma ymisk fólk, sum duga og tora at seta orð á truplar spurningar, í útvarpsstovuna. Gestirnir vita ikki frammanundan, hvørjir spurningarnir verða. Gestur hesa ferð er Anna Dalsgaard. Samanumtikið eigur Faroe Petroleum nú millum 20 og 50 milliónir tunnur av olju á Bue og Pil miðunum. Ein tunna av olju er 159 litrar. Fyristøðufelagið, VNG Norge, væntar at kunna fáa millum seks og 25 milliónir tunnur úr nýggja Bue fundinum. Faroe Petroleum eigur fjórðingin. Faroe Petroleum og hini feløgini, sum eiga loyvið, fyrireika nú leiti og metingarætlanir fyri komandi ár fyri at vita, um meira fæst burtur úr loyvinum. Eftir ætlan skuldi nýggja skúvoyarferjan setast í sigling í seinnu helvt av juli. Tað er tó útsett til fyrru helvt av august mánaði. Í minsta lagi 98 palestinar, teir flestu sivilfólk, hava latið lív av ísraelskum bumbum í Gasa. Fleiri hundrað fólk eru løstað. Í gjár lógu átta palestinar í somu familju eftirá har suðuri í Gasa. Fimm teirra vóru børn, skrivar tíðindastovan, Al Jazeera. Ísraelsmegin vóru trý fólk løstað, tá ið palestinar skutu rakettir inn í bygdina, Ashdod, í morgun. Al Jazeera hevur savnað nøvn og aldur teirra deyðu palestina á hesum lista. Nógv føroysk ung byrja at drekka longu um 14 15 ára aldur. Oftani vegna bólkatrýst og ávirkan frá øðrum ungum, sum hava roynt rúsdrekka. Í dag koma súkklararnir í Team Rynkeby til París. Allir súkklarar, sum eru við í Team Rynkeby skulu savnast á einum stað, og tá verður koyrt til Invalidkirkjuna, sigur Kathrina Lindenskov Holm, hjálparfólk Allar fyrireikingar til tónleikatiltakið við Brúnna eru lidnar, og alt er klárt til klokkan 15 í morgin, sigur Hans Olivur Joensen, fyrireikari Kári Andreasen, sangari, guitarleikari og sangskrivari í bólkinum Av amp Á vitjar í Summarmorgni, har hann eitt nú sigur okkum søguna um bólkin, plátuna og umhvørvið í Eydnuni, eins og vit hoyra nakrar sangir av lp plátuni. Christian Buhl eigur og rekur tónleikaumboðsstovuna Factory 92 saman við øðrum. Sambært honum hevur tungmálmsbólkurin Hamferð og Eivør selt umleið 4000 fløgur í Týsklandi. Factory 92 umboðar eisini aðrar føroyskar bólkar, men tað eru serliga Eivør og Hamferð, sum hava fingið fótin fyri seg í Týsklandi. Eivør spældi í gjárkvøldið fyri 800 áskoðarum í Karlsruhe. Hetta er bara ein av mongum konsertum, sum hon hevur havt í Týsklandi, síðani fløgan kom út har í fjørheyst. Luis Suarez hevur verið nógv at sæð og hoyrt í summar. Fyrst var tað fyri tey bæði málini, hann gjørdi, tá Uruguay søkti Onglandi í HM endaspælinum. Síðani var tað fyri at bíta italska verjuleikaran Giorgio Chiellini í økslina. Í dag er Luis Suarez aftur í yvirskriftunum. Hesaferð tí Liverpool í dag boðar frá, at vandamikli áleyparin skiftir til Barcelona. Endaligu smálutirnir í avtaluni eru ikki komnir upp á pláss enn, men enska felagið váttar, at Suarez skiftir enskan fótbólt út við spanskan eftir summarsteðgin. Tað verður tó rúm tíð, áðrenn Barcelona kann fáa gleði av Suarez. Hann hevur nevniliga fingið fýra mánaðar bann frá øllum, sum hevur við fótbólt at gera, eftir at hann beit Chiellini HM endaspælinum. Luis Suarez hevur verið nógv at sæð og hoyrt í summar. Fyrst var tað fyri tey bæði málini, hann gjørdi, tá Uruguay søkti Onglandi í HM endaspælinum. Síðani var tað fyri at bíta italska verjuleikaran Giorgio Chiellini í økslina. Í dag er Luis Suarez aftur í yvirskriftunum. Hesaferð tí Liverpool í dag boðar frá, at vandamikli áleyparin skiftir til Barcelona. Endaligu smálutirnir í avtaluni eru ikki komnir upp á pláss enn, men enska felagið váttar, at Suarez skiftir enskan fótbólt út við spanskan eftir summarsteðgin. Tað verður tó rúm tíð, áðrenn Barcelona kann fáa gleði av Suarez. Hann hevur nevniliga fingið fýra mánaðar bann frá øllum, sum hevur við fótbólt at gera, eftir at hann beit Chiellini HM endaspælinum. Luis Suarez hevur verið nógv at sæð og hoyrt í summar. Fyrst var tað fyri tey bæði málini, hann gjørdi, tá Uruguay søkti Onglandi í HM endaspælinum. Síðani var tað fyri at bíta italska verjuleikaran Giorgio Chiellini í økslina. Í dag er Luis Suarez aftur í yvirskriftunum. Hesaferð tí Liverpool í dag boðar frá, at vandamikli áleyparin skiftir til Barcelona. Endaligu smálutirnir í avtaluni eru ikki komnir upp á pláss enn, men enska felagið váttar, at Suarez skiftir enskan fótbólt út við spanskan eftir summarsteðgin. Tað verður tó rúm tíð, áðrenn Barcelona kann fáa gleði av Suarez. Hann hevur nevniliga fingið fýra mánaða bann frá øllum, sum hevur við fótbólt at gera, eftir at hann beit Chiellini HM endaspælinum. Alt byrjar í 1972 við Borðoyarnesi og seinni Christiani í Grótinum saman við pápanum og svágrinum, men í 1981 stendur 34 ára gamli Kristian Martin Rasmussen úr Klaksvík einsamallur við ábyrgdini fyri Christiani í Grótinum. Avbjóðingarnar eru stórar upp gjøgnum 80 ini, men beint sum fíggjarkreppan rakar Føroyar fyrst í 90 unum, byrjar at ganga væl hjá Kristiani Martini og teimum. Og í 1998 stevnir nýggi Christian á Grótinum inn á Klaksvík, og so byrjar ein nýggjur kapittul í føroyskari vinnulívssøgu. Saman við trimum synum hevur hann staðið fyri størstu nýbyggingunum í fiskivinnuni, og hann er eisini í fremstu røð, tá eitt av størstu samkomuhúsunum í landinum, Betesda í Klaksvík, verður bygt. Ólavur Poulsen og kona hansara Asta Poulsen, eiga og reka lakeside. Karrusellin var við ein av vanligu túrunum, sum tekur umleið tríggjar tímar. Fyribils fara IRF og Búnaðarstovan at skipa ullarmóttøkuna, men tað er Árni Brattaberg, stjóri á Sirri, ið hevur tikið stig til loysnina. Sirri skal so bera í bandi, at ullin verður skild, pakkað og vaskað. Sigert Patursson er formaður í bóndafelagnum. Hann tímir ikki at lata ull uttan at fáa pening afturfyri. Sigert mælir li mum sínum til at brúka ullina til okkurt annað til dømis til at bjálva drenrør við. Kann eg spara pening við at brúka ullina til at drena við, so havi eg jú havt ein veruligan vinning. Tað er betri enn at brúka pening og tíð til at lata ullina fyri einki, sigur hann við útvarpið. Ullarbingjurnar hjá IRF verða settar upp seinast í hesum mánaðinum, tó í Kollafirði 11. august. Bingjurnar verða standandi einar tríggjar vikur. Í apríl í ár vóru 23.879 løntakarar í Føroyum. Tað er 28 fleiri enn í mars. Gongdin er sum áður. Seinasta árið er talið hækkað støðugt. Síðan august í fjør eru einir 200 løntakarar fleiri í Føroyum. Framgongdin er umleið 1 . Í flestu vinnugreinum er lítil og eingin vøkstur, men í byggivinnuni er nógv meiri at gera. Fyri einum ári síðan arbeiddu 2.892 fólk í føroysku byggivinnuni. Nú eru tey 228 fleiri. Framgongdin er 7,9 , skrivar hagstovan. Sambært brasilskari løgreglu hava fótbóltsfjeppararnir biðið um friðskjól, tí teir eru muslimar. Í Gana stríðast muslimskir bólkar sínámillum. Øll fólkini komu lógliga til Brasil, tí tey skuldu stuðla landsliðnum hjá Gana, ið spældi í býnum, Natal, heilt eysturi í Brasil. Løgmálaráðið í Brasil fer at gera av, um fólkini úr Gana fáa friðskjól. Fyribils hýsir ein felagsskapur hjá katólsku kirkjuni teimum 200 fólkunum. Gana endaði annars aftast í bólki G. Liðið tapti fyri USA og Portugal og spældi javnt móti Týsklandi. Halgir Winther Poulsen, formaður fyri Gerðarrættardómararnar, vísir tí aftur atfinningunum frá Pedagogfelagnum, sum hevur kært úrskurðin hjá Fasta Gerðarrætti í trætuni millum Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið um størvini í forskúlunum. Pedagogfelagið heldur, at grov formlig mistøk eru framd í málstilgongdini. Halgir Winther Poulsen dugir ikki í dag at siga, um Gerðarrætturin fer at fylgja ynskinum hjá Pedagogfelagnum og taka málið upp til nýggja viðgerð. Tey bæði elstu fakfeløgini í landinum, Fylking og Fiskepigernes Fagforening á Tvøroyri leggja nú saman. Í morgin verður aðalfundur í báðum fakfeløgunum og á skránni er samanlegging av feløgunum. Fiskepigernes Fagforening varð stovnað í 1922, og Fylking í 1915. Limirnir í Fylking arbeiða ymsastaðni í Suðuroynni, meðan limirnir í Fiskepigernes fagforening arbeiða á virkinum hjá Varðanum Pelagic og á virkinum í Hvalba. Ársaðalfundur verður í húsum felagsins leygardagin, 12. juli, kl. 14. Um Fylking og Fiskepigernes Fagforening verða samanløgd, verða umleið 300 limir í nýggja felagnum. Ísraelsk hernaðarflogfør hava aftur í nátt kastað bumbur yvir Gaza geiran. 13 fólk eru deyð av álopunum, siga bjargingarmyndugleikar við AFP. Stríðið í Miðeystri er harðnað síðan 12. juni, tá tríggir ísraelskir tannáringar vórðu tiknir til gísla á Vestara Áarbakka. Tannáringarnir vórðu funnir stutt eftir, men tá vóru tannáringarnir dripnir. Hamas er undir illgruna fyri at standa aftan fyri hesa atgerðina. Ísrael hevur seinstu dagarnar kasta bumbur yvir Gaza geiran, har Hamas hevur valdið. Samanlagt eru 118 fólk deyð í Gaza geiranum av álopunum. Hamas hevur svarað aftur við rakettálopum móti Ísrael. Men enn er ongin deyður av álopunum. Bæði Egyptaland og USA hava heitt á partarnar um at steðga við álopunum. Men ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, sigur, at ein vápnahvíld als ikki er á dagsskránni nú. Ísraelskir myndugleikar váttaðu fríggjadagin, at teir fyrireika seg uppá at fara inn í Gaza við herðnaðardeildum. Hervognar eru fluttir til markið til Gaza, og 33.000 hermenn eru savnaðir til eina møguliga innrás. Ísraelsk hernaðarflogfør hava aftur í nátt kastað bumbur yvir Gaza geiran. 13 fólk eru deyð av álopunum, skrivar Ritzau. Stríðið í Miðeystri er harðnað síðan 12. juni, tá tríggir ísraelskir tannáringar vórðu tiknir til gísla á Vestara Áarbakka. Tannáringarnir vórðu funnir stutt eftir, men tá vóru tannáringarnir dripnir. Hamas er undir illgruna fyri at standa aftan fyri hesa atgerðina. Ísrael hevur seinstu dagarnar kasta bumbur yvir Gaza geiran, har Hamas hevur valdið. Samanlagt eru 118 fólk deyð í Gaza geiranum av álopunum. Hamas hevur svarað aftur við rakettálopum móti Ísrael. Men enn er ongin deyður av álopunum. Bæði Egyptaland og USA hava heitt á partarnar um at steðga við álopunum. Men ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, sigur, at ein vápnahvíld als ikki er á dagsskránni nú. Ísraelskir myndugleikar váttaðu fríggjadagin, at teir fyrireika seg uppá at fara inn í Gaza við herðnaðardeildum. Hervognar eru fluttir til markið til Gaza, og 33.000 hermenn eru savnaðir til eina møguliga innrás. Hagstovan skrivar, at s íðani kreppuna fyrst í nítiárunum halda fleiri og fleiri fram at arbeiða eftir at tey eru vorðin 67 ára gomul, og sostatt eru fólkapensjónistar. Í apríl í ár vóru 967 løntakarar millum 67 og 74 ár. Hetta eru 300 fleiri enn fyri tíggju árum síðani. Talan er um ein vøkstur uppá heili 47 prosent seinstu 10 árini. Hagstovan skrivar, at s íðani kreppuna fyrst í nítiárunum halda fleiri og fleiri fram at arbeiða eftir at tey eru vorðin 67 ára gomul, og sostatt eru fólkapensjónistar. Í apríl í ár vóru 967 løntakarar millum 67 og 74 ár. Hetta eru 300 fleiri enn fyri tíggju árum síðani. Talan er um ein vøkstur uppá heili 47 prosent. Hagstovan skrivar, at s íðani kreppuna fyrst í nítiárunum halda fleiri og fleiri fram at arbeiða eftir at tey eru vorðin 67 ára gomul, og sostatt eru fólkapensjónistar. Í apríl í ár vóru 967 løntakarar millum 67 og 74 ár. Hetta eru 300 fleiri enn fyri tíggju árum síðani. Talan er um ein vøkstur uppá heili 47 prosent. Vit hoyra útvarpsleikin Frændaleysur . Hector Malot hevur skrivað um Remi. Ein norðmaður hevur gjørt søguna til leik. Niels Nattestad týddi til føroyskt. Birita Mohr legði til røttis fyri Barnaútvarpið í 1988. Ria Tórgarð sigur frá Í gjárkøldið fekk løgreglan eina fráboðan um, at tveir mans vóru komnir til ilnar uttan fyri Mimir. Tá løgreglan kom á staðið, var annar maðurin spakaður í andlitið og mátti flytast á skaðastovuna. Hin maðurin bleiv tikin inn til avhoyringar av løgregluni, skuldsettur fyri harðskap. Fleiri vitnir vóru til hendingina, og skula hesi eisini avhoyrast. . Har, sum leitað verður, er so djúpt, at ikki ber til senda kavarar niður. Tí er ætlanin at brúka eitt myndatól at leita við á botninum. Einki fólk er horvið seinastu tíðina. Í so máta er tí eingin ábending um, hví maðurin, sum var á floti í Saksun, fekk eina hosu á húkin. Sambært tí, sum politiið hevur fingið at vita, helt maðurin seg hava fingið ein kalva, tí so nógv stóð á. Men so loysnaði og tá húkurin kom upp, var hosan á honum. Har, sum leitað verður, er so djúpt, at ikki ber til senda kavarar niður. Tí er ætlanin at brúka eitt myndatól at leita við á botninum. Einki fólk er horvið seinastu tíðina. Í so máta er tí eingin ábending um, hví maðurin, sum var á floti í Saksun, fekk eina hosu á húkin. Sambært tí, sum politiið hevur fingið at vita, helt maðurin seg hava fingið ein kalva, tí so nógv stóð á. Men so loysnaði og tá húkurin kom upp, var hosan á honum. Har, sum leitað verður, er so djúpt, at ikki ber til senda kavarar niður. Tí er ætlanin at brúka eitt myndatól at leita við á botninum. Einki fólk er horvið seinastu tíðina. Í so máta er tí eingin ábending um, hví maðurin, sum var á floti í Saksun, fekk eina hosu á húkin. Sambært tí, sum politiið hevur fingið at vita, helt maðurin seg hava fingið ein kalva, tí so nógv stóð á. Men so loysnaði og tá húkurin kom upp, var hosan á honum. Upprunaliga var ætlanin, at hann skuldi fara í siglingina í mai, so varð sagt seinnapartin í juli, men tað er nú vorðið til fyrrapartin í august. Upprunaliga var ætlanin, at hann skuldi fara í siglingina í mai, so varð sagt seinnapartin í juli, men tað er nú vorðið til fyrrapartin í august. Fyrrverandi erkabiskupurin av Canterbury, Dr George Carey, hevur kunngjørt, at hann stuðlar einum uppskoti um samkensludráp fyri at sleppa undan óneyðugari líðing . Bretska Yvirhúsið skal fríggjadagin tingast um eitt uppskot um at loyva samkensludrápum í Onglandi og Wales. Sambært uppskotinum skal tað vera loyvt hjá læknum at geva eina drepandi mongd av linnandi heilivági til sjúklingar, sum hava minni enn hálvt ár eftir at liva, og sum hava nóg góðar sinnisførleikar til at taka hesa avgerðina. Tað hevur tikið nógv á bóli, at Dr. George Carey, sum var leiðari fyri anglikansku kirkjuna frá 1991 til 2002, sigur seg stuðla uppskotinum. Sambært Dr. George Carey er tað ikki anti kristiligt , um ein skipar fyri, at deyðasjúkir sjúklingar sleppa undan ótolandi pínu. Enska kirkjan hevur tikið frástøðu frá uppskotinum. Dr. George Carey var eisini sjálvur ímóti samkensludrápið. Men í einari grein í Daily Mail skrivar hann, at hann hevur broytt hugsan, eftir at hava verið vitni til líðingina hjá Tony Nicklinson, sum doyði í 2012. Tony Nicklinson var deyðasjúkur, og var í rættinum, tí hann vildi hava stuðul at doyggja skjótari. Men tað slapp hann ikki. Málið um Tony Nicklinson hevði stóra ávirkan á meg. Her høvdu vit ein virðligan mann við einari einfaldari bøn um náði. Hann bað rættin um loyvi at doyggja í friði við stuðli frá sínari familju. Hann fekk meg at seta spurning við míni motivir í kjakinum. Setti eg trúarlæru fram um samkenslu, dogmu fram um menniskjaliga virðing , skrivar Dr. George Carey. Fyrrverandi erkabiskupurin av Canterbury, Dr George Carey, hevur kunngjørt, at hann stuðlar einum uppskoti um samkensludráp fyri at sleppa undan óneyðugari líðing . Bretska Yvirhúsið skal fríggjadagin tingast um eitt uppskot um at loyva samkensludrápum í Onglandi og Wales. Sambært uppskotinum skal tað vera loyvt hjá læknum at geva eina drepandi mongd av linnandi heilivági til sjúklingar, sum hava minni enn hálvt ár eftir at liva, og sum hava nóg góðar sinnisførleikar til at taka hesa avgerðina. Tað hevur tikið nógv á bóli, at Dr. George Carey, sum var leiðari fyri anglikansku kirkjuna frá 1991 til 2002, sigur seg stuðla uppskotinum. Sambært Dr. George Carey er tað ikki anti kristiligt , um ein skipar fyri, at deyðasjúkir sjúklingar sleppa undan ótolandi pínu. Enska kirkjan hevur tikið frástøðu frá uppskotinum. Dr. George Carey var eisini sjálvur ímóti samkensludrápið. Men í einari grein í Daily Mail skrivar hann, at hann hevur broytt hugsan, eftir at hava verið vitni til líðingina hjá Tony Nicklinson, sum doyði í 2012. Tony Nicklinson var deyðasjúkur, og var í rættinum, tí hann vildi hava stuðul at doyggja skjótari. Men tað slapp hann ikki. Málið um Tony Nicklinson hevði stóra ávirkan á meg. Her høvdu vit ein virðligan mann við einari einfaldari bøn um náði. Hann bað rættin um loyvi at doyggja í friði við stuðli frá sínari familju. Hann fekk meg at seta spurning við míni motivir í kjakinum. Setti eg trúarlæru fram um samkenslu, dogmu fram um menniskjaliga virðing , skrivar Dr. George Carey. Blóðið hjá hvalunum dálkar bæði føroyskar og danskar hendur . Hetta skrivar Sea Shepherd á Facebook vangamyndini Sea Shepherd Operation Grindstop 2014 í dag. Sea Shepherd hevur lagt út myndir av danska verjuskipinum Hvidbjørnen, og skrivar Sea Shepherd, at danir hava sent partar av herflotanum til Føroyar fyri at verja grindadápið fyri atsóknir frá Sea Shepherd. Donsk hernaðarskip sigla hóttandi aftaná bátunum hjá Sea Shepherd í føroyskum sjógvi, skrivar Sea Shepherd á Facebook. Sea Shepherd ætlar at leggja trýst á ES fyri at taka stig móti Danmark fyri at stuðla grindadrápi, skrivar Sea Shepherd á sínum Facebook í dag. Grindadráp er ikki bert føroyskt dráp av hvalum, men er eisini danskt dráp av hvalum, skrivar Sea Shepherd. Blóðið hjá hvalunum dálkar bæði føroyskar og danskar hendur . Hetta skrivar Sea Shepherd á Facebook vangamyndini Sea Shepherd Operation Grindstop 2014 í dag. Sea Shepherd hevur lagt út myndir av danska verjuskipinum Hvidbjørnen, og skrivar Sea Shepherd, at danir hava sent partar av herflotanum til Føroyar fyri at verja grindadápið fyri atsóknir frá Sea Shepherd. Donsk hernaðarskip sigla hóttandi aftaná bátunum hjá Sea Shepherd í føroyskum sjógvi, skrivar Sea Shepherd á Facebook. Sea Shepherd ætlar at leggja trýst á ES fyri at taka stig móti Danmark fyri at stuðla grindadrápi, skrivar Sea Shepherd á sínum Facebook í dag. Grindadráp er ikki bert føroyskt dráp av hvalum, men er eisini danskt dráp av hvalum, skrivar Sea Shepherd. Blóðið hjá hvalunum dálkar bæði føroyskar og danskar hendur . Hetta skrivar Sea Shepherd á Facebook vangamyndini Sea Shepherd Operation Grindstop 2014 í dag. Sea Shepherd hevur lagt út myndir av danska verjuskipinum Hvidbjørnen, og skrivar Sea Shepherd, at danir hava sent partar av herflotanum til Føroyar fyri at verja grindadápið fyri atsóknir frá Sea Shepherd. Donsk hernaðarskip sigla hóttandi aftaná bátunum hjá Sea Shepherd í føroyskum sjógvi, skrivar Sea Shepherd á Facebook. Sea Shepherd ætlar at leggja trýst á ES fyri at taka stig móti Danmark fyri at stuðla grindadrápi, skrivar Sea Shepherd á sínum Facebook í dag. Grindadráp er ikki bert føroyskt dráp av hvalum, men er eisini danskt dráp av hvalum, skrivar Sea Shepherd. 5 mannafør dreingir 1 Fípan Fagra 04 45.20 2 Blikur 04 47.16 3 Frúgvin 04 50.20 4 Ternan 04 50.23 5 Jallurin 04 52.24 6 Tekla 05 00.00 7 Hvassi 05 00.01 6 mannafør menn 1 Hvessingur 04 32.02 2 Sølmundur 04 33.24 3 Jarnbardur 04 34.00 4 Rádni 04 34.04 5 Tvørabáturin 04 35.23 6 Lómur 04 37.22 7 Gongurólvur 04 41.21 8 Smyril 04 42.24 5 mannafør gentur 1 Silja 04 58.22 2 Drekin 05 00.06 3 Blikur 05 04.05 4 Jallurin 05 07.09 5 Sílið 05 08.15 6 Spógvin 05 09.00 7 Fípan Fagra 05 11.14 8 Ørnin 05 11.17 9 Tambar 11 11.11 10 mannafør 1 Drekin Reyði 04 09.15 2 Vestmenningur 04 14.08 3 Havnarbáturin 04 18.23 4 Eysturoyingur 04 21.12 5 Ormurin Langi RK 04 26.01 Tí sendi løgreglan boð eftir bjargingarbátinum, Ziska, úr Klaksvík at leita eftir manni og báti, so at maðurin ikki kom sær í óføri. Ziska fór alt fyri eitt at leita, og fann seinni bátin liggjandi við bryggju á einum av útoyggjunum, og maðurin var, eftir øllum at døma, komin upp á land. Vakthavandi á politistøðini í Havn, Hallgrímur Hansen, sigur, at maðurin varð skumpaður, datt og fekk skaða í høvdið av fallinum. Ongar vitnisfrágreiðingar eru tó um, at maðurin skal verða sligin ella sparkaður í høvdið, soleiðis sum fráboðanin ljóðaði. Men talan er kortini um harðskapsmál, tí at skumpa er eisini harðskapur. Høvuðspersónurin, Sóley, er ein gløgg og sjálvstøðug genta, sum býr í Reykjavík saman við mammu sínari. Hon dugir væl í skúlanum, men trívist ikki, tí at floksfelagarnir av óskiljandi orsøkum happa hana hetta sigur hon ikki fyri nøkrum. Tíbetur fær lívið aðra vend, tá ið ein nýggj genta, sum ikki er sum hini, fer at ganga í flokkinum. Leikur í talvi er ein innilig, spennandi og væl skrivað søga, sum hóskar til lesarar á øllum aldri. Bókin vann Íslendsku barnabókavirðislønina í 2000. Ragnheiður Gestsdóttir skrivaði. Laurina Niclasen týddi til føroyskt. Birita Ludvíksdóttir lesur. Hóast føroyingar og amerikanarar streyma til filmin Heaven Is For Real , eru flestu skoðsmál av filminum ikki góð. Á til dømis IMDB, sum er altjóða heimasíðan fyri filmar, fær filmurin 5,4 í karakter av 10 møguligum. Nógv kjak hevur verið í Íslandi um íslendsku navnalóggávuna seinastu tíðina í samband við, at ein 15 ára gomla Blær Bjarkadóttir vildi hava navn sítt skrásett hjá íslendska fólkayvirlitinum. Hon hevur alt sítt lív itið genta Bjarkadóttir, tí navnið er ikki í samsvar við navnalóggávuna. Og í farna mánaði var eitt líknandi mál, har ein 10 ára gomul genta ikki sleppur at eita Harriet. Málið kom fram, tí Harriet skuldi hava pass, men fekk tað ikki, tí myndugleikarnir útflýggja ikki pass til persónar, sum ikki hava góðkent navn. Okkara ynski er, at flestu nøvn verða góðkend. Lógin er smidlig, og flestu nøvn verða eisini góðkend, og fá verða vrakað, sigur forkvinnan í íslendsku navnanenvdini, Ágústa orbergsdóttir, í samrøðu við Morgunblaðið. Nevndin góðkendi herfyri fornøvnini Krumma, Gill, og Christa við C, og millumnavnið Eskfjørð. Hinvegin vann fornavnið Íshak ikki frama í navnanevndini og varð vrakað, tí tað fylgir ikki við íslendsku navnalóggávuna, skrivar Morgunblaðið. Vilhjálmur Arnason, altingslimur fyri Sjálvstæðisflokkin, sigur við blaðið Vísir, at málið hevur skund. Hann væntar, at rúsdrekkavanarnir hjá íslendingum fara at broytast, soleiðis, at fólk keypa meira av víni at hava aftur við matinum, og ikki stórkeyp, tá tey einaferð fara í Einkarsøluna at keypa. Vit loysa ikki rúsdrekkatrupulleikarnar í landinum við avmarkingum, men heldur við opinleika og upplýsing um vandan við rúsdrekka, sigur Vilhjálmur Arnason. Í hvussu er 30 altingslimir fara at atkvøða fyri uppskotinum, um tað verður lagt fyri tingið og 22 hava ikki tikið støðu. Fyri at uppskotið skal verða samtykt, verður neyðugt hjá samgonguni at fáa tveir andstøðu tinglimir at atkvøða fyri uppskotinum, skrivar Visir.is. Hetta er ikki fyrstu ferð, at uppskot um sølu av rúsdrekka í handlum. Í 2007 varð uppskot lagt fyri Altingið, og tað fall. Og aftur í 2008, og tá fall tað eisini, skrivar Visir.is. Í gjárkvøldið settu føroysku genturnar Signhild Joensen úr Ægir, Barbara Debes úr FLOT, Jana Thomsen úr Reysti og Sára R. Nysted úr Ægir nýtt føroyskt landsliðsmet, tá ið tær í 4 x 100 metrar frísvimjing svumu teinin uppá tilsamans 4 10.88. Tað skrivar svimjing.com. Tað var 22 ára gamli Bayern M nchen leikarin, Mario G tze, sum í 113. minutti setti bóltin í netið. Argentinski málmaðurin, Sergio Romero, var púra verjuleysur. Hetta er fjórðu ferð, at Týskland er heimsmeistari í fótbólti. Seinast var í 1990. Tá vann táverandi Vesturtýskland eisini 1 0 á Argentina. Nýggjar avbjóðingar eru hjá teimum, sum fáast við útflutning til Kina, nú fólk frá kinesisku matvørumyndugleikunum vóru í Føroyum fyri trimum vikum síðani. Hetta er serliga ein avbjóðing viðvíkjandi feskum, ísaðum laksi, um so er, at kanningarnar skulu verða lidnar, áðrenn heilsuváttan kann skrivast. Eitt annað krav í nýggju kinesisku matvørulóggávuni er, at fyri hvørt fiskaslag sær skal myndugleikin í sendaralandinum skriva eina umfatandi umsókn, sum skal góðkennast í Kina, áðrenn vøran kann útflytast. Hetta er galdandi fyri eitt nú makrel, sum ikki kann útflytast úr Føroyum til Kina, fyrr enn henda góðkenning er í lagi. Kravið umfatar ikki laks, tí laksaútflutningurin úr Føroyum til Kina var longu, tá lógarkravið kom í gildi. Kinesisku eftirlitsfólkini vóru á laksavirkinum hjá Bakkafrosti í Kollafirði, á alibrúkinum í Gøtuvík, um borð á verksmiðjuskipinum Norðborg og í kanningarstovunum hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Endamálið við kunngerðini, sum er send til hoyringar, er at skapa betri fyritreytir fyri einari skjótari og effektivari líkning og hagtalsviðgerð, nú roknskapir skulu latast í talgildum líki. Kunngerðin skal eisini lætta um hjá teimum, sum hava roknskaparskyldu, so tey kunnu síggja, júst, hvat skal vera í skattaroknskapinum, sigur Fíggjarmálaráðið. Høvuðsbroytingin er, at í staðin fyri frágreiðing í teksti skulu tey, sum gera skattaroknskap, fylla oyðiblað út. Arbeiðarafeløgini í Fuglafirði verða ikki løgd saman í hesum umfarinum. Men til at arbeiða saman fyri tað, heldur Óli Johannesen, formaður í Fuglafjarðar Arbeiðsmannafelag. Samanlegging krevur lógarbroyting. Og skal lógin hjá arbeiðsmannafelagnum broytast, skulu minst 30 limir vera á fundinum. Og tveir triðingar av teimum skulu atkvøða fyri lógarbroytingunum. Tað er feitt at standa fram uttan smyrsl. Tá eg brádliga skuldi seta hár og leggja smyrsl á aftur, helt eg, at tað onkursvegna kendist vemmiligt, av tí eg skuldi hava so nógv løg av smyrsli á andlitið, sigur sangarindan um tónleikaljóðbandið. Hon heldur, at hon og restin av teimum kendu mugu ganga á odda fyri at senda boðskapin út um nútíðans vakurleika krøv, sum hava rakt eitt ósunt støði. Vit hava eina stóra ábyrgd fyri okkara fjepparum, av tí tey síggja, at vit verða nógv tilgjørd á myndunum. Tað gevur ein skeivan veruleika av okkum. Fjepparnar mugu vita, at kend fólk eisini hava óreina húð og bumsar, sigur Colbie Caillat. Tí fær Marin Katrina Frýdal, býráðslimur í Havn, ikki viðhald frá Almannamálaráðnum, sum umsitur kommunumál, tá hon kærir borgarstjóran í Havn. Marin Katrina Frýdal kærdi, tí Heðin Mortensen, borgarstjóri, á býráðsfundi 31.oktober í fjør ikki vildi skriva í gerðabókina, at Marin Katrina Frýdal vildi hava eina aðra raðfesting fyri mentan og frítíð í fíggjarætlanini hjá Tórshavnar kommunu fyri 2014. Almannamálaráðið sigur í sínari niðurstøðu, at kommunustýrislimir kunnu krevja at fáa eina viðmerking um sína serstøðu í gerðabókina frá kommunustýrifundi. Men ein kommunustýrislimur kann ikki fáa við í gerðabókina, at tikið verður bara partvíst undir við einum máli, sum viðkomandi annars atkvøddi fyri. Og tað var júst tað, sum hendi á býráðsfundinum í Havn 31.oktober í fjør. Marin Katrina Frýdal atkvøddi fyri fíggjarætlanini, men hon vildi hava umraðfestingar í grein fimm, sum er um mentan og frítíð. Hóast Id Møblar høvdu lægsta tilboðið, keypti Almannaverkið møblar frá Nema, sum kostaðu góðar 57.500 kr, 26 prosent, meira enn tilboðið hjá Id Møblum. Fíggjarmálaráðið viðgjørdi kæruna og niðurstøðan er greið Almannaverkið átti at havt tikið av tilboðnum hjá Id Møblum. Ikki kann sigast, at stórvegis munur er á møblasniðinum, sum Id Møblar bjóðaðu, og sniðinum, sum Nema bjóðaði. Men prísmunurin er stórur, sigur Fíggjarmálaráðið. Almannaverkið kundi helst broytt avgerðina og tikið av tilboðnum hjá Id Møblum, tí Id Møblar gjørdu alt fyri eitt vart við seg, tá Almannaverkið avgjørdi at keypa frá Nema. Men nú er ov seint. Skal Almannaverkið nú keypa frá Id Møblum í staðin fyri frá Nema, fær tað uttan iva fíggjarligar avleiðingar fyri Almannaverkið, sigur Fíggjarmálaráðið. Vit kunnu tí ikki annað enn læra av mistøkunum, sum eru gjørd í hesum tilboðsfyrispurningunum, soleiðis at tey ikki verða endurtikin. Egyptaland skjýtur upp, at partarnir leggja vápnini frá sær nú kl 7 føroyska tíð, men alt bendir á, at so verður ikki, skrivar Ritzau tíðindastovan. Stríðið, ið nú hevur vart í eina viku, hevur kravt 187 mannalív, og eisini børn eru millum teirra ið hava latið lív, og meira enn 1.200 eru særd. Undir samanbrestunum eru hundraðtals rakettir sendar úr Gazageiranum. Tríggjar rakettir raktu í morgun ísrelska frítíðarstaðið Eilat, sum liggur við Reyða Havið. Fýra fólk vóru særd. Komandi vikurnar verða øll størri trø í miðbýnum í Havnini skrásett. Kommunan tekur mát av trøunum, og samstundis verður eisini skrásett, um talan er um eitt nú eikitræ ella bókartræ. Endamálið við arbeiðnum er at fáa yvirlit yvir, hvørji trø eru verd at varðveita, og at fáa í lag yvirskipaða ætlan fyri, hvussu og nær nýggj trø skulu setast niður í miðbýnum. Komandi vikurnar verða øll størri trø í miðbýnum í Havnini skrásett. Kommunan tekur mát av trøunum, og samstundis verður eisini skrásett, um talan er um eitt nú eikitræ ella bókartræ. Endamálið við arbeiðnum er at fáa yvirlit yvir, hvørji trø eru verd at varðveita, og at fáa í lag yvirskipaða ætlan fyri, hvussu og nær nýggj trø skulu setast niður í miðbýnum. Hagtølini fyri junimánað vísa, at 3.473 fólk í Grønlandi eru arbeiðsleys, og tað eru 242 fleiri, enn somu tíð í fjør. Av hesum búgva 517 úti á smáplássum. Grønlendska Sermitsiaq.gl skrivar, at talið av arbeiðsleysum er vaksið munandi í Uummannaq, Paamiut, Nuuk, Sisimiut og Qaanaaq, meðan arbeiðsloysið í býnum Maniitsoq, Upernavik og Tasiilaq er minkað nakað seinasta árið. Talið av arbeiðsleysum er ein uppteljing av teimum, sum hava vent sær til kommununa við trupulleikum, sum fylgjur av arbeiðsloysi. Í ein mánað verða persónar taldir við, sum hava verið arbeiðsleysir, sama um persónurin hevur verið skrásettur allan mánaðin ella bara í ein dag, skrivar Sermitsiaq.gl. Føroyskur tónleikur er so eftirspurdur sum ongantíð fyrr í Týsklandi, men føroyskir tónleikarar hava eina heilt serliga og kostnaðarmikla avbjóðing, tá teir skulu spæla aðrastaðni enn her á landi. Samanborið við tónleikabólkar á evropeiska meginlandinum, so hava føroyskir tónleikabólkar eina stóra beinleiðis útreiðslu, tá tað snýr seg um ferðing. Tá til dømis Hamferð fer avstað, eru teir sum oftast átta mans. Og tá kann tað skjótt blíva til 20.000 ella 30.000 krónur í ferðaseðlum úr Føroyum og so heimaftur. Higartil hevur tað verið sera trupult hjá ungum fiskarum at koma í gongd við fiskiskapin, tí reglurnar hava verið so strangar. Men í dag eru nýggjar reglur settar í gildi, sum gera tað lættari at fáa fiskiloyvi. Nú ber til hjá teimum, sum hava útbúgving innan fiskivinnu ella á annan hátt hava royndir við fiskiskapi at fáa undantaksloyvi til fiskiloyvi. Tað skrivar grønlenska fiski og veiðimálaráðið. Nýggja reglugerðin skal fáa fleiri ung at arbeiða innan fiskivinnu, og nýggju loyvini geva atgongd til øll fiskasløg inni við land, og linari treytir fyri fiskiskap eftir toski. Tó skulu ungu fiskifólkini tó framvegis søkja um fiskiloyvi, sum øll onnur, um tey skulu fiska í økinum frá Disko og norður móti Upernavik. Tvøroyrar kommuna ætlar, at bilførarar við ørindum í miðbýnum hava møguleika at seta bilin frá sær í stutt tíðarbil, so tætt handilsøkinum sum gjørligt. Yrkadagar er avmarkingin galdandi frá kl. 8 17 og leygardag frá 8 13. 50,4 prosent av monnunum svaraðu, at teir elska konuna mest, meðan 49,9 prosent av kvinnunum svaraðu, at tær elska børnini mest. Hví er tað so Turið Horn, parráðgevi hugleiður um evnið. Hoyr samrøðuna her. HB skal í kvøld aftur spæla Champions League fótbólt. Talan er um annað innleiðandi umfar í Champions League. Mótstøðuliðið er Partizan Beograd úr Serbia, eitt lið, ið sambært Heðini Askham spælir tekniskan og skjótan fótbólt. HB spældi seg víðari úr fyrsta innleiðandi umfari í Champions League við at basa Lincoln av Gibraltar. Og samanborið við dystin í Gundadali hevur Heðin Askham bara gjørt eina broyting Jógvan Rói Davidsen loysir altjóða toppskjúttan Levi Hanssen av hann er stæddur í Onglandi. Sostatt er HB mannað soleiðis Teitur M. Gestsson Alex Jos dos Santos, Jóhan T. Davidsen, Rógvi S. Holm, Ren Shaki Joensen Jógvan Rói Davidsen, Heini Vatnsdal, Kristin R. Mourtisen, Tróndur Jensen Fróði Benjaminsen Jóan Símun Edmundsson. Dysturin millum Partizan Beograd og HB byrjar klokkan 19.45 føroyska tíð. Spælt verður á Partizan Stadium, sum tekur 32.000 áskoðarar. Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Vága Kommunu, sigur, at tað skal ikki vera neyðugt at flyta úr kommununi, tí nøktandi tilboð ikki eru til allar borgarar. Játtanin til royndarverkætlanina er útreiðsluneutral og verður tikin av játtanini til stuðulstímar, sum frammanundan eru játtir til børn við serligum avbjóðingum. Skiparin noyddist at bróta frívakt um náttina, tí hann var tann einasti, sum kundi leggja skipið at bryggju. Og júst tað var eisini orsøkin til, at hann var á brúnni, tá óhappið hendi. Hann skuldi annars í luftina við beinleiðis kjaksending um vinnulív, men kinesisku hyggjararnir sóu bert ein tóman stól og eina mikrofon. Kendi sjónvarpsverturin hevur havt samrøður við eitt nú fyrrverandi amerikanska forsetan, Bill Clinton, og stovnaran av Dell fyritøkuni, Michael Dell. Umframt Rui Chenggang, vórðu framleiðslustjórin og stjórin fyri sjónvarpsstøðini handtiknir. Stjórin fyri sjónvarpsstøðini, tað er kinesiski kommunistaflokkurin, roynir at fáa bilbukt við mutur í flokkinum. Sambært einum talsmanni fyri kommunistaflokkin, hevur Rui møguliga fingið onkran ágóða frá pr felagnum, Edelman, sum arbeiðir fyri sjónvarpsrásina, CCTV, skrivar BBC. Tað hendir, eftir at palestinar hava skotið móti málum í Ísrael, upplýsir ein talskvinna fyri ísraelska herin. Í minsta lagi tvey mál eru rakt í Gasa Býi. Annar parturin helt vápnahvíldina Í morgun, stutt fyri klokkan 7, samtykti ísraelska trygdarnevndin annars egyptiska uppskotið um vápnahvíld, og eina løtu var eisini friður í ísraelsku bumbuálopunum. Men eftir seks tímar seinni, klokkan eitt í dag, eftir at Ísrael einsamalt hevði góðtikið vápnahvíldina, leyp Ísrael aftur á. Fyrrapartin vístu vápnaði og politiski parturin av Hamas, al Qassam brigatan, aftur uppskotinum um vápnahvíld, og skýrdi tað at vera láturligt. Sambært yvirliti frá palesinsku myndugleikunum 14. juli klokkan 12, hava tilsamans 172 latið lív. Av hesum eru 36 børn, 24 kvinnur og 9 eldri. 560 heim eru løgd í oyði og 520 heim hava fingið so mikið stóran skaða, at ikki er búgvandi í teimum. 12.800 hús hava fingið smávegis skaðar. Í samrøðuna hoyra vit tríggjar av sangum Ester Kristiansen, sum eisini sigur okkum um eitt nú áhugin fyri tónleiki, og hvørjar framtíðarætlanir hon hevur. Malene Thastum er serliga hugtikin av William Heinesen og tónleikinum, ið William hevur skrivað, men eisini onnur føroysk tónaskøld hugtaka hana, og hetta verður eisini endurspeglað í skránnið í Vágs kirkju mikukvøldið kl. 20. 1 l lunka vatn 1 pk ger 1 spsk kanel 2 spsk rapsolja 2 egg 1 tsk salt himalaya salt 1 pk traneber 100 gr 1 pk fiberkost pk kokusfibermjøl 140 gr 400 gr hvid hvedehavragrýn Rør gerina í vatnið og elt síðani restina í uttan havragrýni. Lat ganga í 1 tíma og forma teir til avlangar flísar og rulla teir í havragrýn. Legg teir á eina plátu við bakipappíri. Set í ovnin á 200 gradum v luft í uml. 30 min. 3 dl fryst jarðber ella onnur ber 1 1 2 dl dadlir bloyttar í vatn í 1 tíma 1 tsk vaniljupulvur ella korn frá 1 2 stong saft frá 1 2 sitrón Vit mugu seta í verk eitt eftirlit við, hvat verður flutt inn, heldur Janus Hansen, deildarleiðari á Náttúrugripasavninum, eftir at enn eitt ókent skordýr er funnið í Føroyum. Havstovan gjørdi mátingar á botni í Borðoyarvík, Árnafirði og í Hvannasundi, norðan fyri byrgingina, og í Haraldssundi, norðan fyri byrgingina, fyri einari viku síðani. Minsta súrevnið varð staðfest á Borðoyarvík. Í Hvannasundi, norðan fyri byrgingina, og í Haraldssundi, eisini norðan fyri byrgingina, var súrevnið við botnin, har tað er djúpast, eisini í minna lagi. Borðoyarvík, Árnafjørður, Hvannasund og Haraldssund hava eina grynnu við munnan, sum er fimm til 15 metrar grynri enn djúpast er innanfyri. Tí var umráðandi, sigur Havstovan, at gera mátingarnar í Norðoyggjum alt fyri eitt, so eitt minsta mát av skjalfesting fæst av fyribrigdinum, sum var har í summar. Tá menn tóku hummararúsur í Árnafirði og í Hvannasundi fyri tveimum vikum síðani, var allur hummarin deyður. Og heldur einki annað livandi var í rúsunum. Ítróttardómstólurin hjá ÍSF sendi málið aftur til Róðrarsambandið at avgera, um rógvast skal umaftur, ella um róðurin skal strikast. Støðan, nú Sundalagsstevnan ikki telur við, at tann, at Hvessingur hevur 31 stig og Jarnbardur hevur 28 stig. Munurin millum teir báðar er tódnaður trý stig. Hann var seks stig. Gongurólvur kærdi, tí báturin hekk fastur í startinum á Sundalagsstevnuni. Gongurólvur gjørdist kortini nummar trý, bara eitt sekund aftan fyri Jarnbard á fyrsta plássi. Málið varð fyrst kært til Róðrarsambandið, sum ikki gekk kæruni hjá Havnar Róðrarfelag á møti, tí Róðrarsambandið hevur ikki heimild til at broyta avgerðir hjá startdómarunum. Síðan kærdi Havnar Róðrarfelag avgerðina hjá Róðrarsambandinum til Dómsnevndina hjá Róðrarsambandinum. Dómsnevndin metti seg ikki hava heimild at broyta avgerðina hjá Róðrarsambandinum. Ítróttardómstólurin vísir á, at síðani 2004 hevur verið føst siðvenja at skjóta róðrar av, tá bátur hongur eftir, og tí skuldi tað eisini verið gjørt, tá Gongurolvur lá eftir. Landsstýrismaðurin í Fíggjarmálum hevur sent fíggjarnevndarskjal, har biðið verður um, at peningur verður fluttur av kontuni Vegir til kontuna Havnir , so arbeiði kann gerast. Nógv grót liggur við innsiglingina, og tí ber ikki til at brúka havnina í ringum veðri, tá harður streymur er, ella tá tað er stór fjøra, sæst í fíggjarnevndarskjalinum. Eitt fíggjarnevndarskjal, er eitt skjal, ið verður latið fíggjarnevndini, tá løgtingið ikki er saman, og tá mett verður, at eitt mál hevur skund. Annika Olsen, landsstýriskvinna, sigur, at tað er framvegis Almannaverkið, sum ger av, hvussu nógvar stuðulstímar borgarin skal hava, og Almannaverkið fer eisini framhaldandi at virka sum arbeiðsgevari hjá stuðlinum. Borgarin velur sjálvur, hvør stuðulin verður og hvussu játtaðu stuðulstímarnir verða brúktir. Virksemið á tveimum sambýlum verður eisini umskipað soleiðis, at búfólkið fær nakrar tímar um vikuna til persónlig áhugamál uttan atlit til sambúgvarnar tað er at fara til fótbóltsdystir, á kaf , ganga túr ella vitja familju. Tilsamans verða áleið 12 borgarar partur av royndarverkætlanini, sum verður virkin í seks mánaðir. Tá royndartíðin er av, verður skipanin eftirmett og støða tikin til, um BPA skipanin skal virka í Føroyum. Verður eftirlýsingin strikað, verður 43 ára gamli Assange frælsur maður aftur. Hann hevur síðani 2010 verið eftirlýstur í Svøríki fyri neyðtøku og kynsligan ágang móti tveimum kvinnum. Assange noktar seg sekan. Hægsti dómstólur í Bretlandi gjørdi í mai 2012 av, at Assange skuldi útflýggjast Svøríki, og tá søkti hann sær skjól á sendistovuni hjá Ekvador í London, og hevur hildið til har síðani. Rættarfundurin byrjar klokkan 12 okkara tíð. Verða boðini um handtøku strikað, verður eftirlýsingin eftir Assange í Interpol eisini strikað, og sostatt kann hann fara av sendistovuni uttan at stúra fyri, um bretsk løgregla bíðar honum. Assange hevur kostað bretskum myndugleikum dýrt. 56 miljónir krónur er brúktar til varðhald uttanfyri sendistovuna allan sólarringin. Hini loyvini verða skrivað í dag og í morgin, verður upplýst á Vørn, sum nú umsitur makrelloyvini. Fyrr umsat Fiskimálaráðið loyviin. Higartil í ár hevur einki móttøkuskip søkt um loyvi at keypa og virka makrel, men onkur umsókn er komin um at taka í móti makreli á feltinum og sigla hann til lands. Nú er ikki neyðugt hjá skipunum at fiska makrelin, meðan hann er í føroyskum sjógvi, tí avtalan millum strandarlondini um makrelfiskiskapin loyvir skipunum eisini at fiska makrel í norskum sjógvi, ES sjógvi og í altjóða sjógvi. Meðan føroysku fjósini drepa tarvkálvarnar beint eftir kálving, tí føroyskt sláturneytahald ikki kann kappast við innflutt oksakjøt, satsa eitt nú danir nógv uppá at fáa tilfeingið gagnnýtt og alt til fyrstafloks matvøru í egnum landi. Danski landbúnaðurin og stjórnin hava gjørt stuðulskipan, sum í fyrstu atløgu er seks ára avtala um sonevndar oksapremiur til bóndur, sum fara undir at ala kálvar til slátur. Avtalan tryggjar stuðulin fram til ár 2020, og satsurin er í fyrstu atløgu 1,08 milliardir ella 180 milliónir um árið til ein premiupakka til tann, sum vil fara undir sláturneytahald. tuðulin til danska landbúnaðin er frammanundan lutfalsliga gott og væl dupult so stórur, sum føroyski stuðulin, um roknað verður eftir íbúgvaratalinum, skrivar Búnaðarstovan. Rokna vit hendan oksapremiupakkan um til føroysk viðurskiftir, vildi tað svara til, at Búnaðarstovan fekk játtað gott og væl 1,5 millión um árið fram til 2020 markað til oksakjøtframleiðslu. Í staðin hevur Búnaðarstovan fingið tungu boðini, at føroyski landbúnaðarstuðulin skal minkast við íalt 2,8 milliónum. 1 millión í 2016 og 1,8 millión aftur í 2017. Tað eru upplivingar sum næmingur í føroyska fólkaskúlanum, sum hava eggjað 26 ára gomlu Christu Reynheim, úr Havn, til sjálv at gerast lærari. Samstundis verða bíðirøðirnar styttar í fremra enda, soleiðis at koyrast kann til parkeringsøkið tann vegin, tá bíðirøðirnar eru fullar. Parkeringsforboð er eisini sett á økið fram við betongmúrinum við ferjuleguna fyri at lætta um vørukoyringina, skrivar Landsverk. Landsverk hevur ráðført seg við Søfartsstyrelsen og Kongshavnar havn í Runavík um eina nýggja siglingarleið longri frá Neslandinum. Ein ætlan er nú gjørd. Ljósvinklarnir á vitanum á Toftum suðureftir verða sløktir. Í staðin fyri verður nýggjur vinkulviti settur upp á Strondum til at marka siglingarleiðina. Siglingarleiðin skal tó broytast fyrst, áðrenn aling kann verða loyvd fram við Neslandinum. Men bátar eiga tó at kunna sigla millum alibrúkið og land. Landsverk skrivar í ársfrágreiðingini, at nýggja siglingarleiðin inn á Skálafjørðin hevur verið til hoyringar hjá havnamyndugleikum, kommunum, loðsbólkinum, Sjóvinnustýrinum og Vørn. Aling krevur eisini, at siglingarleiðin á Sørvágsfirði verður flutt nakað. Har verða tveir nýggir vitar settir upp og ein gamal sløktur. Størsta verkætlanin er Skúladepilin við Marknagil, sum fer við 202,3 milliónum krónum árini 2013 2014, skrivar Landsverk í sínari ársfrágreiðing. Íløgur í vegir og tunlar eru eisini vorðnar nakað størri. Í 2013 2014 fer meira ein enn triðingur av íløgunum í landsvegakervið til Viðareiðistunnilin. Landsverk skrivar í ársfrágreiðingini, at síðani 2012 eru íløgurnar í bygningar vaksnar rættiliga nógv, íløgur í infrakervið eru eisini hækkaðar nakað, men játtanirnar til rakstur seinastu longu árini eru tódnaðar. Samtakið MEST, ið skal gera umvælingar á boripallinum, sum norska Seadrill eigur boripallin. West Hercules borar á føroyska landgrunninum Súla Stelkur nú, men skal eftir tað til Kanada at bora. Pallurin siglur við egnari megi, men norska fyritøkan hevur gjørt av at senda tveir stórar togarar og ein ankarhandlara umframt ein stóran arbeiðsbát til Føroya, tá pallurin verður fluttur inn á Skálafjørðin. Og har verða teir so liggjandi ta tíð tað tekur at umvæla pallin. West Hercules pallurin telist millum størstu boripallar í heiminum, og undan boringunum í Føroyum hevur hann staðið fyri fleiri av boringunum hjá Statoil í Barentshavinum. Í ár verður eingin prologur, og súkklararnir fara til Sands at kappast í drúgvum einkultstarti, sum í ár verður ikki minni enn 36 km langur. 23. juli 110 km landavegsúkkling Eysturoy Borðoy Flogvøllurin tunnilin við Streymin Selatrað Gøtueiði Klaksvík Hvannasund Klaksvík Effostøðin 24. juli 110 km landavegsúkkling Streymoy Eysturoy Effostøðin í Gundadali Kaldbakstunnilin Eiðisskarð tunnilin við Streymin Hvalvík Hósvík Kollafjørð Sornfelli málið 25. juli 36 km einkultstartur Einkulstartur á Sandoynni. Teinur Effostøðin Meginskúlin Effostøðin Sandabrekkan Effostøðin. Teinurin skal koyrast 4 ferðir. 26. juli 115 km landavegsúkkling Suðuroy. Tvøroyri Fámjin Hovsegg Hov Porkeri Vág Lopra Sumba Lopra Hovsegg Tvøroyri tvey umfør niðari vegur ovari vegur . Startur og mál við Effostøðina á Tvøroyri. 27. juli 90 km landavegsúkkling Startur og mál við Wenzel P F á Akranesgøtu. Koyrt verður á økinum millum Millum Horna, Gomlurætt, Velbastað og økinum kring Tekniska Skúla í Havn. Vápnahvíldin skal geva fólkinum í Gaza møguleika at fara á sjúkrahús, til lækna, fara til handils og annað, uttan at stúra fyri álopum og ófriði í sambandi við stríðið millum Hamas og Ísrael. Semjan er komin í lag, eftir embætisfólk í ST hava heitt á partarar at binda frið. 215 fólk hava latið lív í uppreistrunum higartil. Mánadagin vísti Hamas annars eini vápnahvíld aftur, sum Egyptaland royndi at fáa í lag. Semjan millum ES, Noreg og Føroyar um makrelin hevur givið felagsskapinum hjá teimum, sum fiska makrel, vón um at fáa aftur MSC góðkenningina um, at makrelur verður fiskaður burðardygt. MSC tók góðkenningina aftur í apríl í 2012, tí ES og Noreg og Føroyar og Ísland vóru ikki samd um makrelin. MSC helt, at ov nógvur makrelur varð fiskaður, og tí var fiskiskapurin í Norðuratlantshavi ikki burðardyggur. Og tí vildi MSC ikki geva honum sítt stempul. Men nú øll strandarlondini uttan Ísland hava gjørt semju um makrelin, er felagsskapurin hjá uppsjóvarskipum í Skotlandi, Danmark, Írlandi, Noreg, Niðurlondum og Svøríki farin at fyrireika eina umsókn til MSC, Marine Stewardship Council, um at fáa góðkenningina til makrelin aftur. Felagsskapurin umboðar fleiri enn 700 skip. Felagsskapurin, sum eitur MINSA, tað er ein stytting fyri Mackerel Industry Northern Sustainability Alliance, heldur, at nú ber til at fáa makrelgóðkenningina aftur, tí semja er gjørd millum ES, Noreg og Føroyar. Hjá teimum, sum selja fisk, er MSC góðkenning ein fyrimunur, tí keyparar vilja lata meira fyri fisk, sum sambært MSC er fiskaður burðardygt. Frískúlin við Hoyvíkstjørn varð stovnaður í 1966, og er ein av teimum 7.804 skúlunum, sum Adventistasamkoman rekur kring allan heim. Meiriluti í senatinum hevur samtykt at strika avgjaldið, sum avstralskir politikkarar hava kjakast um í fleiri ár. 39 limir í senatinum atkvøddu fyri og 32 í móti. Tey, sum hava havt mest CO2 útlát, hava rindað 24 avstralskir dollarar fyri tonsið útlátnum kolevni. Endamálið við avgjaldinum var at gera fyritøkurnar umhvørvisvinarligari. Avstralska stjórnin hjá Tony Abbott, forsætisráðharra, hevur stríðst fyri at strika avgjaldið, tí tað er brúkarin í síðsta enda, ið skal rinda rokningina. Tony Abbott sigur, at verður avgjaldið strikað, spara avstralsku húsarhaldini 550 dollarar um árið, og tað er góð tíðindi fyri avstralskar familjur og smærri fyritøkur í landinum. Men ikki øll eru fegin. Leiðarin fyri Grøna Flokkinum, Christine Milne, sigur, at Avstralia verður nú útskot paria í altjóða høpi. Bill Shorten úr Labour flokkinum sigur, at avgerðin er pínlig fyri landið Tony Abbott skumpar Avstrala aftureftir, meðan allur heimurin fer seg frameftir. Ein bunki av brøvum, sum enda við orðunum niðurstøðan er, at umsókn tykkara ikki verður gingin á møti, er farin úr Fiskimálaráðnum seinastu dagarnar Og síðani hava nýggir aktørar fingið svar frá Fiskimálaráðnum. Umsókn teirra um at sleppa at fiska uppsjóvarfisk er ikki gingin á møti. Veiðiloyvi verður ikki latið. Sunneva Maria Guðmundsson, skúlastjóri í Frískúlanum við Hoyvíkstjørn, fyrr Adventistaskúlin, harmast um, at skúlin má lata aftur. Forkvinnan í mentamálanevndin hjá býráðnum staðfestir nevniliga, at eingin sleppur inn í skúlan at arbeiða, fyrr enn hann er kannaður umaftur fyri blámusopp. Kanningin skal sambært forkvinnuni eisini skumpa undir at fáa okkurt at henda við høvuðsbygningum, sum hevur staðið tómur í trý ár Vápnahvíldin hevði til endamáls at geva fólkinum í Gaza møguleika at fara á sjúkrahús, til lækna, fáa mat og annað, síðan stríðið millum Hamas og Ísrael byrjaði fyri 9 døgum síðani. Í morgin lot til frískt lot av landsynningi, skýggjað og í støðum mjørki, men seinnapartin klárari í veðrinum og sólglottar. Hitin alt samdøgrið 10 og 15 stig. Frískur vindur uppí strúk av landsynningi og eystri, 8 til 13 m s, minkandi niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m s. Skýggjað og stundum regn. Hitin alt samdøgrið 10 og 15 stig. Sum liður í menningini av føroyska heilsuverkinum ynskja Landssjúkrahúsið, Suðuroyar sjúkrahús, Klaksvíkar sjúkrahús, Deildin fyri Arbeiðs og almannaheilsu og Ílegusavnið, at knýta og viðlíkahalda samband við læknalesandi og basislæknar yngri læknar. 25. juli bjóðar Heilsuverkið læknalesandi, sama hvussu langt tey eru komin við lestrinum ella hvar tey lesa, umframt basislæknar yngri læknar, sama hvar tey starvast, at koma til kunningarfund á Landssjúkrahúsinum. 2. Praktikkmøguleikar fyri læknalesandi, granskingarmøguleikar bæði sum lesandi og yngri lækni , lesnaður praktikk uttanlands innlegg frá læknalesandi. Tórshavnar Ítróttarráð fer aftur í ár at miðsavna virksemi á parkeringsøkinum á Skálatrøð, har eitt stórt tivoli verður sett upp. Av tí at arbeiðið at seta upp er rættiliga umfatandi, verður longu byrjað í kvøld, hóskvøld, skrivar torshavn.fo. Vit eru greið um, at tað órógvar parkeringsviðurskiftini í býnum, tá møguleikarnir á Skálatrøð verða skerdir í nakrar dagar. Men hinvegin fáa vit eisini sera nógvar jaligar viðmerkingar frá fólki um, hvussu góð og spennandi ólavsøkan er vorðin. Kommunan vísur til parkeringsøki í Niels Finsens gøtu, á Glaðsheyggi, Frúutrøð, Eystaru Bryggju, kommunuskúlagarðinum og aðrastaðni við. Í stuttum tíðindaskrivi skrivar Snorri Fjalsbak, leiðari á lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum, at nógvar broytingar eru gjørdar í sáttmálatekstinum, og avtala er gjørd um fráboðanarfreist í sambandi við arbeiðssteðg. Fyrst verður einans koyrt í Klaksvík fyri at tryggja sær at alt virkar sum ætlað og síðani verður arbeitt við at taka Anirnar og Norðoyri við í skipanina, sigur Steinbjørn O. Jacobsen, varaborgarstjóri í Klaksvík, við Norðlýsið. Ferðaætlanin verður tillagað so hvørt og skelti verða sett upp har sum bussararnir steðga. Avtala er gjørd við Askham bussar um at røkja bussleiðina í hálvtannað ár. Sum sást í filmsbrotinum er góður hýrur á tjaldingarøkinum. Vit spurdu fólk, hvussu tey høvdu lýst G festivalin, um tey bert kundu nýta eitt orð. Fólk hava gjørt sera nógv burturúr, bygt sær stórar camps, og skipað fyri spølum og kappingum. Tú fært ikki eina fulla uppliving av G festivalinum uttan at fara inn á tjaldingarøkið. Roynt verður nú at fáa danska Hægstarætt at taka støðu til ábyrgdina hjá Eik Banka í málunum um tryggu virðisbrøvini, sum kostaðu føroyingum nógvar milliónir krónur. Brandur Ellingsgaard, advokatur hjá Poul Michelsen og Sólborg Dulavík, sum taptu í Eystara landsrætti, hevur søkt Procesbevillingsnævnet um loyvi til at fara í Hægstarætt við báðum málunum. Fæst loyvi til at fara í Hægstarætt við málunum hjá Poul Michelsen og Sólborg Dulavík, bíða hini málini til Hægstirættur hevur felt dóm í teimum báðum málunum, sum eru viðgjørd og avgreidd í Føroya rætti og í Landsrættinum. Í 2007 keypti Eik Kaupting í Føroyum. Árið eftir, tíðliga á heysti í 2008, fór amerikanski banki Lehman Brothers á heysin. Og so vóru tryggu virðisbrøvini, sum Kaupting seldi í Føroyum, einki verd. Men bæði Føroya rættur og Eystari landsrættur siga, at Eik kann ikki dømast fyri tað, sum Kaupting Banki gjørdi. Og tí hevur Eik Banki onga endurgjaldsskyldu mótvegis, sum mistu, tí virðisbrøvini, Kaupting seldi teimum, mistu alt virðið. Og Landsrætturin sigur eisini, at ráðgevingin, sum Poul Michelsen fekk frá Eik tveir mánaðir, áðrenn Lehman Brothers fóru á heysin, var ikki ófullfíggjað, hóast ráðgevin ikki mælti Poul Michelsen til at sleppa sær av við virðisbrøvini í amerikanska bankanum. Skjótt varð tó greitt, skrivar býráðið á heimasíðuni hjá Tvøroyrar kommunu, at so komu inntøkurnar frá havnini ikki kommununi til góðar. Eftir tingingar aftur og fram og við einari meting av ferðsluni á fjørðinum nú og í framtíðini, kom býráðið til ta niðurstøðu, at meira var at vinna við, at kommunan sjálv fíggjaði og átti havnina. Fíggjarmálaráðið gav Tvøroyrar kommunu loyvi til skylda meira enn eina álíkning, so kommunan kundi læna pengar til havnarútbyggingina. Í vár játtaði býráðið 900.000 krónur afturat til havnarútbyggingina. Tað var fyri arbeiði, sum kom aftrat, sigur borgarstjórin á Tvøroyri, Kristin Michelsen. Tað eydnaðist Víkingi at spæla seg víðari úr fyrsta umfari við at vinna samanlagt á Dagava úr Letlandi. Tað er annað árið á rað, at Víkingur spælir seg víðari í altjóða fótbólti. Eyðkenda stjørnutroyggjan hevur verið eitt tað fremsta vørumerki hjá Guðrun amp Guðrun. Tað var serliga danska sjónvarpsrøðin Brotsgerðin hjá DR, sum gjørdi troyggjuna kenda og væl umtókta, tí høvuðspersónurin, Sara Lund, var í stjørnutroyggjuni. 295 ferðafólk vóru umborð á flogfarinum, ið varð skotið niður í 10 kilometrar hædd yvir eystur Ukraina, nærindis russiska markinum Trygdartænastan í Ukraina, SBU, hevur almannakunngjørt trý ljóðbrot, har russisk loysingarfólk tosa um, at tey hava skotið niður eitt flogfar. Óvist hevur verið, um Malaysika flogfarið varð skotið niður. Nú er tað staðfest, at tað var tað, og helst av russum, skrivar AP tíðindastovan. Í ljóðbrotunum hoyrist, at Igor Bezler, ovastaloytnantur í russiska herinum, og sum er í býnum Donetsk, sigur V it hava skotið eitt flogfar niður. Tað er frá Minera bólkinum. Tað datt niður hinumegin Donetsk. Í øðrum ljóðbrotið er samtala millum eitt av russisku loysingarfólkunum og herovasta, sum verður róptur Grikkin. Loysingarmaðurin sigur Teir eru við flogvrakið, men at tað ikki eitt flogfar hjá Minervabólkinum. Tað er ikki eitt flogfar hjá fíggindanum, men eitt ferðafólkaflogfar. AirBus flogfarið, sum stóð á vøllinum í Billund, verður í løtuni kannað, og seinni í dag fæst at vita, um neyðugt er at umvæla skaðan Óhappið í Billund elvdi til seinkingar í gjárkvøldið, men øll flogferðslan varð kortini avgreidd við øðrum flogførum. Ferðafólkini úr Billund lendu í Vágum umleið klokkan trý í nátt. Løgreglan kann eftir samráð við kommununa krevja, at trø og runnar og annar vøkstur verða stívd, sneidd ella snøggað, um ein ikki ger tað sjálvboðin. Um boðini ikki verða aktað, kann arbeiðið verða gjørt fyri rokning grundeigarans. Klipt skal verða ájavnt við mark, yvir gongu og súkklubreyt skal fríhæddin vera 2,5 metrar. Hæddin yvir koyrivegi skal vera 4,2 metrar og tá skal fyrivarni takast fyri, at regn kann tyngja greinarnar niður, skrivar Tórshavnar kommuna á síni heimasíðu. Arbeitt hevur verið við nýggja H bygninginum, sum skal byggjast oman móti sjóvarmálanum, niðanfyri núverandi sjúkrahúsbygningarnar. Hetta er risastór íløga, sum er partur av langtíðarætlan. Tað eru Faerport II samtakið Selmar Nielsen, Árni Winther, Landsbyggifelagið og Sofus M. Jacobsen sum hava fingið ráðgevarauppgávuna. Sáttmálin var undirskrivaður í mars og sjálv verkætlanin skal bjóðast út um ársskiftið 2015 16. Kortini verður útgrevsturin boðin út í ár. 10.000 fermetrar skulu byggjast aft ra t Landsssjúkrahúsinum í Havn og eftir ætlan skal arbeiðið verða liðugt í februar 2019, skrivar ting.fo. Her kanst tú síggja og hoyra brot frá ukrainsku trygdartænastuni, SBU, har heryvirmenn viðganga, at teir hava skotið niður eitt ferðafólkaflogfar frá Maylaisia Airlines. Ukrainsku myndugleikarnir hava almannakunngjørt brotið. Kringvarpið kann ikki vátta fyri upptøkunum ella nøvnunum á teimum, sum eru við í innslagnum. Reiðarafelagið hevur sent manningarfeløgunum uppskot um avtalu fyri flutningsskipini. Manningarfeløgini minna á sáttmálarnar, nú makreltíðin byrjar av álvara mánadagin. Svomið verður frá endanum á Molanum og inn í Krókin við Havnarskrivstovuna. Málið er stigin á rampuni í Krókinum longst til høgru, tá ið tú kemur svimjandi. Teinurin, ið svomin verður er 420 metrar. Ein bátur tryggjar at óviðkomandi bátar halda seg burtur frá økinum, har svomið verður. Harumframt eru tveir lágir gummibátar ein, ið fylgir teimum fremstu svimjarunum, og ein, ið fylgir teimum aftastu. Fyrstu ferð fyriskipað kappsvimjing var á sjónum á ólavsøku var í 1912. Fram til 1934, tá ið fyrsti hylurin í Gundadali stóð liðugur, varð av og á svomið kapp á sjónum á ólavsøku. Tá ið hesin fyrsti hylurin varð niðurlagdur í 1949 og fram til 1961, tá ið nýggi hylurin í Gundadali stóð liðugur, hevði Havnin ongan hyl. Í 1951 varð tí aftur farið á sjógv at svimja kapp. Seinastu ferð, áðrenn 2010, fyriskipað kappsvimjing var á sjónum á ólavsøku var á Vestaru Vág í 1954. Nevndin í Tórshavnar Súkklufelag hevur gjørt av, at Rynkeby súkklararnir og aðrir motionistar, fáa høvið at súkkla við í Volvo Kring Føroyar, sum verður frá 23. juli til 27. juli. 25. juli, 18 km Einkulstartur á Sandoynni. Teinur Effostøðin Meginskúlin Effostøðin Magnstøðin Effostøðin. Teinurin skal koyrast 2 ferðir. 26. juli, 60 km Suðuroy. Tvøroyri Hovsegg Hov Porkeri Vág Lopra tunnilin í Hovi Tvøroyri. Startur og mál við Effostøðina á Tvøroyri. 27. juli, 36 km Steymoy Startur og mál við Wenzel P F. Teinurin gongur millum Akranesgøtu, Gomlurætt Marknagilsvegur, Velbastaðvegur og Akranesgøtu. Teinurin er 17 km langur, og skal koyrast tvær ferðir. Síðan skulu smá umfør koyrast, og tað er aftur Akranesgøta, Millum Horna, Marknagilsvegur, Velbastaðvegur og Akranesgøta. Hesin teinur er 1 km langur, og skal koyrast tvær ferðir. Føroyski trombonspælarin Dávur Juul Magnussen, sum starvast sum tónleikari í Scottish National Orchestra, hevur sunnudagin útgávukonsert í Klæmintsgjógv í Hestoynnið. Hjúnini á Kirkjubøgarði taka ímóti nógvum gestum, bæði høgum og lágum, og í morgin verður tað Sonja, Noregs drotning og fylgi hennara, ið koma at vitja. Fyri nøkrum árum síðani var fúrstin í M onaco til borðs í Stokkastovuni, og tað sama hava onnur kongalig, forsætisráðharrar, útlendskir tinglimir og aðrir gestir hjá løgtingi og landsstýri. Og tað sigur seg sjálvt, at tá Noregs drotning kemur til Føroya, skal hon síggja Kirkjubø, har Sverri kongur vaks upp og lærdi til prest, áðrenn hann fór til Noregs at krevja norsku krúnuna. Men Stokkastovan og umhvørvið í Kirkjubø er ikki bert karmur um vitjanir, sum landsstýrið leggur til rættis. Har verður borðreitt fyri nógvum øðrum vitjandi og ferðaløgum, bæði føroyingum og útlendingum, ið vilja uppliva søguliga umhvørvið, sum Kirkjubøur hevur at bjóða. Nógv fleiri ferðafólk koma tó til Kirkjubøar enn tey, sum taka av blíðskapinum á Kirkjubøgarði, og spurningurin er, um garðurin kundi fingið meira burtur úr ferðavinnuni. Vit hoyra útvarpsleikin Frændaleysur . Hector Malot hevur skrivað um Remi. Ein norðmaður hevur gjørt søguna til leik. Niels Nattestad týddi til føroyskt. Birita Mohr legði til røttis fyri Barnaútvarpið í 1988. Ria Tórgarð sigur frá Upprunaliga ætlaði hon, at tað bert skuldi vera hon og tónleikafelagin Mikael Blak á dupultum bass ljóðføri, sum skuldu framføra í hugnaligu stovuni hjá Juliu Lamhauge. Eivør valdi tó at skoyta upp í trummur og klavertónar frá Tróndi Bogasyni og Jan Rúna Poulsen. Hann hevur í mong ár verið týðandi partur av ólavsøkuni, eitt nú í sambandi við sangin á tinghúsvøllinum og midnáttarsangin ólavsøkudag. Eisini hevur Ólavur Hátún stóran alsk til ítróttin, serliga kappróðurin, og tí var tað upplagt at lata Ólavi Hátún heiðurin at seta ólavsøkuna í ár, sigur Annsy Høghamar, forkvinna í Tórshavnar Ítróttarráði. Ætlar tú at fáa føroyingar at steðga við at drepa grind, so nyttar einki at hótta við samanbrestum. Tað skrivar Rúni Nielsen í nýggjasta summarútgávuni av elektroniska tíðarritinum, Our Backyard, sum djóraverndarfelagsskapurin Earthrace Conservation gevur út. Verið virðilig og lurtið, so eri eg vísur í, at tey lurta eftir tínum sjónarmiðum, sigur Rúni Nielsen, sum sjálvur var við til at stovna eina føroyska deild fyri Earthrace Conservation fyri tveimum árum síðani. Nýtið tríggjar grundgevingar Í greinini, sum er skrivað á enskum, vísir føroyski djóravinurin á tríggjar grundgevingar, sum útlendingar kunnu nýta í royndini at sannføra føroyingar at steðga við at drepa grind. Tann fyrsta er at vísa á kanningar, at hvalakjøt er illa dálkað av millum annað kiksilvuri. Í hesum sambandi ber til at vísa á kanningar og tilmæli frá føroyskum heilsumyndugleikum, ið siga tað sama. Onnbur grundgevingin er at vísa á at hátturin at drepa hval ikki er nóg trygg. Tú kanst ongantíð tryggja, at drápið gongur eins væl og ætlað. Triðja grundgevingin, sum útlendingar kunnu nýta mótvegis føroyingum, snýr seg um óvissuni um, hvussu væl hvalastovnurin yvirhøvur er fyri. Hvussu hevur dálkingin ávirka hvalirnar Spyr Rúni Nielsen millim annað í elektoniska tíðarritinum, sum Earthrace Conservation hevur givið út í summar. Bethune broyti hugsan Tað er nýsælendingurin Pete Bethune stovnaði Earthrace Conservation fyri góðum tveimum árum síðani, eftir at hann sleit samstarvið við Paul Watson og Sea Shepherd. Upprunaliga var ætlanin at fáa hundraðtals djóraverndarfólk at koma til Føroya at mótmæla grindadrápi. Men tann ætlanin varð slept á, eftir at stovnarin á vári 2011 sjálvur vitjaði í Føroyum og sá, at tað loysir seg betur at royna at sannføra føroyingar heldur enn at noyða teir at steðga grindadrápi. Tí tók hann ístaðin stig til at stovna eina føroyska deild fyri djóraverndarfelagsskapinum millum annað saman við Rúna Nielsen. Summarútgávan av Our Backyard kann lesast her. Pedagogfelagið vil hava málið uppafturtikið, tí mannagongdin var ikki røtt, tá Gerðarrætturin viðgjørdi og avgjørdi málið fyrst í juli. Sambært sáttmálanum um Fastan Gerðarrætt kunnu formenninir í serligum føri, í semju, eftir áheitan frá parti innan fyri fýra vikur frá úrskurði taka málið upp av nýggjum sum týðandi mál, har allir gerðarrættarlimirnir eru við. Formenninir eru Halgir W. Poulsen og Gurið Joensen. Halgir W. Poulsen hevur sagt við Útvarpið, at hann veit ikki, um málið verður tikið uppaftur. Gurið Joensen segði við Útvarpið fríggjadagin, at hon hevði ikki sæð nakra áheitan um at taka málið uppaftur. Skal málið um námsfrøðingarnar takast upp aftur, skal tað vera fyri 3.august. Vanliga avgera tríggir gerðarrættardómarar málini, sum Fasti Gerðarrættur fær. Men semjast formenninir um at taka eitt mál uppaftur, skulu allir átta gerðarrættardómarar vera við. Pedagogfelagið vil eisini hava nevndina í Fasta Gerðarrættinum at viðgera støðuna eftir úrskurðin hjá Fasta Gerðarrætti 3.juli. Nevndin hevur, sum skilst, fund fyrst í august. Vit hoyra framhaldssøguna Leikur í talvi. Ragnheiður Gestsdóttir skrivaði og Lavirna Niclasen týddi til føroyskt. Birita Ludvíksdóttir lesur. Bókin viðgerð evnið happing og vinarlag. Høvuðspersónurin, Sóley, er ein gløgg og sjálvstøðug genta, sum býr í Reykjavík saman við mammu sínari. Hon dugir væl í skúlanum, men trívist ikki, tí at floksfelagarnir av óskiljandi orsøkum happa hana hetta sigur hon ikki fyri nøkrum. Tíbetur fær lívið aðra vend, tá ið ein nýggj genta, sum ikki er sum hini, fer at ganga í flokkinum. Leikur í talvi er ein innilig, spennandi og væl skrivað søga, sum hóskar til lesarar á øllum aldri. Bókin vann Íslendsku barnabókavirðislønina í 2000. Dómsnevndin segði millum annað Leikur í talvi er ein týðandi og fangandi søga, sum er skrivað við stórum innliti og kenslusemi. Tað skrivar BBC. Íalt 298 fólk vóru í flogfarinum, sum rakettskjótingartól nærhendis Donetsk eftir øllum at døma skutu niður hóskvøldið. Vestanlondini hava funnist at uppreistrarfólkunum, ið hava ræði á økinum, fyri at forða teimum í at sleppa fram at vanlukkustaðnum. Tey hava tí heitt á Russland um at leggja trýst á. Altjóða eygleiðarar vitja væntandi vanlukkustaðið seinni í dag. Eingin tekur ábyrgd Bæði russar og russisk vinarligu uppreistrarfólkini nokta fyri at hava nakað við vanlukkuna at gera. Tey ákæra hvønnannan fyri at hava skotið niður flogfarið, ið hevði kós móti Kuala Lumpur. Amerikonsku myndugleikarnir siga seg hava frætt, at bæði lík og vraklutir eru flutt burtur, og at onkur harvið hevur pilkað við møgulig prógv. Tíðindafólk hjá BBC siga, at enn er vanlukkustaðið ikki stongt av á rættan hátt. Tey frætta eisini, at nøkur av líkunum vóru funnin, eftir at tey vóru flutt til býin Torez, ið ukrainsku uppreistrarfólkini hava ræði á. Mynd AFP Tað kann koma at kosta ikki sørt afturat í sakarkostnaði, um dómarnir hjá Landsrættinum verða staðfestir í Hægstarætti. Men tað er vert at royna. Var arbeiðið at rudda grótið burtur í Skopun bjóðað alment út, so var arbeiðið neyvan liðugt í ár, og so var eingin Sandoyarsigling í vetur. Tað sigur Jørgen Niclasen, sum hevur givið Landsverki undantaksloyvi at gera avtalu við J amp K Petersen um at rudda grótið burtur í Skopunar Havn, uttan at arbeiðið er bjóðað alment út. Men t að er ikki eydnast manningarfeløgunum og Reiðarafelagnum at gera avtalu fyri manningarnar á skipunum, sum sum fara at virka sum flutningsskip, taka makrel frá skipunum, sum fiska, og flyta hann til lands. Talan er um tvey sløg av flutningsskipum. Nøkur hava fiskiloyvi, og tey kunnu tí bæði fiska og taka makrel frá øðrum. Onnur hava ikki fiskiloyvi og hava tí bara loyvi til at flyta fisk. Higartil hevur Vørn givið átta skipum flutningsloyvi. Skipini hjá Varðanum, sum hava fingið flutningsloyvi, hava fiskiloyvi, og tað hevur Atlantsfarið úr Miðvági eisini. Og prísurin fyri laksin er nógv betri í ár, tí tonsini eru færri í ár enn í fjør, hóast selt er fyri 124 milliónir krónur meira í ár. Sambært tølum, sum Hagstovan hevur kunngjørt, varð byggitilfar innflutt fyri 186 milliónir krónur til 1.juni í ár. Og tað eru 16 prosent meira enn í fjør. Til beinleiðis húsarhaldsnýtslu varð innflutt fyri hálva milliard fyrstu fimm mánaðir ársins. Vøksturin er ikki so stórur, hann er fimm prosent. Men innflutningurin hjá alivinnu, fiskivirking og landbúnaði er nógv minkaður. Fiskavirkini hava innflutt fisk fyri 49 prosent minni í ár enn í fjør. Tannlæknin og kommunulæknin vera í ovaru hæddini, og niðara hæddin verður tøk hjá øðrum, sum hava áhuga at vera í læknamiðstøðini, sigur Pauli Petersen, borgarstjóri í Vestmanna. Læknamiðstøðin skal vera liðug 21.mai næsta ár. Hon kostar 6,5 milliónir krónur og verður fíggjað yvir raksturin í øllum førum í ár og helst fer tað eisini at bera til næsta ár, sigur borgarstjórin. Fólk, sum hava tasku við til ólavsøkugudstænastuna, verða biðin um at lata hana liggja í rúmi, sum er sett av til endamálið. Eftir gudstænastuna fáast taskurnar aftur. Tað hevur Jón Rasmussen, skipari á Norðborg úr Klaksvík, fingið at vita frá sølumonnunum, sum júst hava verið í ES og tosað við keyparar. Manningarfeløgini nokta limum sínum at mynstra við nótaskipinum Asbjørn Senior, so leingi eingin sáttmáli er við manningarfeløgini um at flyta og fiska makrel og sild. Nakrar tímar seinni kunngjørdu Maskinmeistarafelagið og hini bæði manningarfeløgini, at tey nokta limum sínum at fara við Asbjørn Senior. Asbjørn Senior varr danskt nótaskip, sum kom til Føroya 2. juni. Skipið lá fyrst í Havn, men fór síðani til Kollafjarðar og hevur ligið har síðani. Asbjørn Senior varð strikaður í donsku skipaskránni fríggjadagin, tí skipið er selt til Føroya. Men enn er tað ikki skrásett í Føroyum. Undir yvirskriftini 2010 2014 fimm ár og fimm úrslit, sum eg eri mest errin av , nevnir Maria Damanaki sum nummar fýra, at ES fekk altjóða viðurkenning fyri grundregluni um burðardyggan fiskiskap. Hægstu størvini í ES umsitingini verða ikki mannað fyrr enn í fyrsta lagi 30.august. Eftir at hava sæð sjónbandsupptøkur frá róðrinum á Vestanstevnu, metti Róðarsambandið tað vera rættast at hava umróður, segði Jan Hermann Hansen, formaður í Róðrarsambandinum, við Útvarpið í gjár. Jarnbardur er longu Føroyameistari. Men kappingin um annað plássið og silvurmerkini stendur millum Sølmund og Lóm. Tað var eisini tí, at Róðrarsambandið avgjørdi, at rógvast skuldi umaftur í gjárkvøldið. Fólk eisini kristin hava í stóran mun gloymt tað, sum stendur í Bíbliuni um fyrigeving. Tað segði Sten Sørensen, prædikumaður og stevnuleiðari, á summarstevnuni Sorens Dal í Kvinesdalinum í Noreg, har 7500 fólk hava luttikið. Men tað kann lættligani gerast einsligt á Kirkju. Nærum allan februar mánað í ár, vóru tey bert tvey fólk í bygdini. Veðrið var so keðiligt, at ikki bar til at ferðast út í oynna, hvørki sjóvegis ella luftvegis. Amalia heldur ikki at tað er nøkur vón fyri bygdini, tí børnini tíma ikki at búseta seg í oynni. Men hon ætlar at halda út, so longi hon orkar Lívið hevur ikki altíð verið ein dansur á rósum fyri Lenu Anderssen. Tað finst ein personlig søga handan flestu hennara sangir, ikki minst Let Your Scars Dance . Maria Joensen er uppvaksin á Kirkju í Fugloynni. Hon ferðast hvønn dag, úr Svínoy til Fugloyar, har hon ger ymiskt fyrifallandi arbeiði fyri kommununa. Mamma var kokkur, og eg og vinkonan skuldu hjálpa henni. Og tað bar so til, at eg fekk stórabeiggjan og hon fekk lítlabeiggja, fortelur Maria flennandi. Asbjørn Senior var danskt nótaskip, sum kom til Føroya 2.juni. Skipið lá fyrst í Havn, men fór síðani til Kollafjarðar og hevur ligið har. Thor felagið átti verksmiðjutrolaran Athenu. Veiðiloyvið hjá Athenu er til enn og kann brúkast sum grundarlag undir millum annað makrelloyvi. Manningarfeløgini nokta limum sínum at mynstra við nótaskipinum Asbjørn Senior, so leingi eingin sáttmáli er við manningarfeløgini um flutning og fiskiskap av makreli og sild. Nakrar tímar seinni kunngjørdu Maskinmeistarafelagið og hini bæði manningarfeløgini, at tey nokta limum sínum at fara við Asbjørn Senior. Umframt vanliga arbeiðið í sambandi við royting, varð allur seyðurin vigaður og vektirnar skrásettar. Lombini viga 3 4 kilo meira í ár enn í fjør. Í ár varð tó farið á fjall seks dagar seinni enn í fjør, og tað ger mun. Hvør lambið tyngist 250 gram um dagin hesa tíðina, sigur Búnaðarstovan. Talan er um eitt lið, sum er ómetaliga væl fyri tekniskt, sigur Heðin Askham, venjari hjá HB, um Partizan Beograd, sum teir skulu dystast við í kvøld klokkan 19.00 Heðin Askham hevur eisini verið noyddur at gera tvær broytingar á liðnum samanborið við útidysin í farnu viku, tí Alex Jose dos Sanstos er leikbannaður og Ren Shaki Joensen skaddur. Hinvegin er Levi Hanssen við aftur, hann var ikki tøkur seinast. Liðið hjá HB er annars mannað soleiðis í kvøld Teitur Gestsson Jógvan Rói Davidsen, Rógvi Holm, Johan Troest Davidsen, Alex Jose dos Santos Levi Hanssen, Heini Vatnsdal, Fróði Benjaminsen, Tróndur Jensen, Kristin Restorff Mouritsen Jóan Símun Edmundsson. Hvat fær eitt menniskja at gera eina so ræðuliga atsókn sum hana, ið Anders Behring Breivik framdi, og hvussu sóu dagar hansara út upp til yvirgangsatsóknina Og hví bóru myndugleikar og løgregla seg so ódugnaliga at, tá hendingarnar fóru fram eins og aftaná sne Seierstad er journalistur og rithøvundur, og hevur skrivað fleiri bøkur, teirra millum Boghandleren i Kabul og Englen i Groznyj, eins og hon hevur fingið fleiri virðislønir. Sum journalistur skrivaði hon um rættarmálið móti Anders Behring Breivik fyrik bretska tíðarritið Newsweek, og nú hevur hon eisini skrivað bókina En af oss, um yvirgangsatsóknirnar og hópmorðini, ið Anders Behring Breivik framdi 22. juli 2011. Heini í Skorini var í Karusellini og prátaði millum annað um, hvør broytingin var, tá fólk fingu at vita, at tað var ein ungur, ljóshærdur vesturlendingur, ið stóð aftan fyri ræðuleikararnar. Hoyr millum annað nakrar av karakterunum, ið fara at vera við í ársins kabarett og eisini, hvat teir báðir hava valt at leggja dent á. Tølini skulu tó takast við einum ávísum fyrivarni, tí rúsdrekka, ið fólk taka við sær á uttanlandstúrum, er ikki við í hagtølunum. Tað er fyribils niðurstøðan hjá Havstovuni, nú nótaskipið Finnur Fríði júst er afturkomið av árligu makrelkanningini í føroyskum sjógvi og norðuri í altjóða sjógvi. Endamálið er at kanna, hvussu nógvur makrelur er og hvussu víða, hann er um summarið, tá hann kemur í norðurhøv fyri at finna sær føði. Samanborið við 2013 var nakað minni at fáa í ár fyri hvønn fjórðing, trolað varð. Finnur Fríði gjørdi 33 hál á túrinum, sum byrjaði 10.juli og endaði í gjár. Úrslitini frá kanningunum verða endaliga viðgjørd á felags fundi millum londini í august. Hesin fundur verður í ár hildin í Føroyum, og úrslitini verða kunngjørd í eini felags frágreiðing eftir tann fundin. Tað er fyribils niðurstøðan hjá Havstovuni, nú nótaskipið Finnur Fríði júst er afturkomið av árligu makrelkanningini í føroyskum sjógvi og norðuri í altjóða sjógvi. Endamálið er at kanna, hvussu nógvur makrelur er og hvussu víða, hann er um summarið, tá hann kemur í norðurhøv fyri at finna sær føði. Samanborið við 2013 var nakað minni at fáa í ár fyri hvønn fjórðing, trolað varð. Finnur Fríði gjørdi 33 hál á túrinum, sum byrjaði 10.juli og endaði í gjár. Úrslitini frá kanningunum verða endaliga viðgjørd á felags fundi millum londini í august. Hesin fundur verður í ár hildin í Føroyum, og úrslitini verða kunngjørd í eini felags frágreiðing eftir tann fundin. Ein ósemja millum Tórshavnar kommunu og Jákup Egholm Hansen, tekniska stjóra hjá kommununi, um nevndarsessin hjá honum í Eik Banka endaði í gjár við, at Jákup Egholm Hansen fer úr starvi sínum. Longu tá Jákup Egholm Hansen byrjaði í starvinum hjá kommununi, hevði hann tilknýti til TF Samtakið sum limur i umboðsráðnum, har hann eisini var formaður í nógv ár, skrivar Tórshavnar kommuna í tíðindaskrivi. Tá fóru kommunan og Jákup Egholm Hansen at tosa um, antin nevndarsessurin í Eik Banka kundi forða honum í at røkja tær skyldur, sum áliggja honum sum tekniskur stjóri hjá Tórshavnar kommunu, á fullgóðan hátt, soleiðis sum ásett er í tænastumannalógini. Sum partur av avtaluni er Jákup Egholm Hansen tó til taks hjá kommununi í avtalutíðarskeiðinum í sambandi við ítøkilig mál, sum hann hevur serligan kunnleika um, eitt nú ymsar byggiverkætlanir. Skøran er allastaðni. Hon er inni í býnum, á privatum og almennum stykkjum, og harafturat á veg niðan í fjøllini. Hon er komin heilt norður til grótbrotið á Strond, skrivar kommunan á heimasíðu sínari. Tí vil kommunan hava fólk at skriva undir eina váttan, sum gevur kommununi loyvi at gera átak á ogn míni til tess at burturbeina skøruna. Samstundis binda fólk seg við undirskriftini til ikki krevja endurgjald frá kommununi, um annar vøkstur fær skaða av átakinum móti skøruni. Á G festivalinum í ár gingu vit runt og spurdu fólk, um tey høvdu hoyrt ella fóru at hoyra tónleik, sum í roynd og veru ikki er til. Anton Fly, Burning Shoes og Five Bananas vóru nøvnini, sum vit funnu uppá, og síggj omanfyri, hvussu festivalgestirnir reageraðu. Hugskotið er sjálvandi tikið úr vælkendu sjónvarpsrøðini, Jimmy Kimmel Live , har tey spyrja fólk á Coachella festivalinum um óeksisterandi nøvn. Hetta brotið kanst tú síggja her . Leiðarar í Tórshavnar kommunu sleppa ikki longur at hava nevndarsessir uttanfyri kommununa. Tí varð tekniski stjórin í høvuðsstaðnum, Jákup Egholm Hansen, sagdur úr starvi. Tað kann ikki sameinast, at okkara leiðarar eisini sita í krevjandi nevndarsessum, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, í samrøðuvið útvarpið. Ein ósemja millum Tórshavnar kommunu og Jákup Egholm Hansen, tekniska stjóra hjá kommununi, um nevndarsessin hjá honum í Eik Banka endaði í gjár við, at Jákup Egholm Hansen fór úr starvi sínum. Tá Jákup Egholm í juni varð valdur í nevndina hjá Eik Banka, ið er partur av TF Samtakinum, tosaði Tórshavnar kommuna við tekniska leiðaran um nevndarsessurin kundi forða honum í at røkja skyldurnar í kommunustarvinum. Kommunan heldur, tað gongur útyvir álitið, tá leiðarar í Tórshavnar kommunu hava krevjandi nevndarsessir aðrastaðni, Tí mátti Jákup Egholm Hansen velja millum starvið hjá okkum og nevndarsessin, sigur Heðin Mortensen. Nú fyrrverandi tekniski stjórin, Jákup Egholm Hansen, fer kortini í ávísan mun at verða tengdur at Tórshavnar kommunu. Eitt nú fer hann at ráðgeva kommununi í verkætlanum, tekniski stjórin hevur verið við í. Miðalhitin yvir landi og havi saman var 16,22 stig. Hitin í juni var 0,72 stig heitari enn miðalhitin var fyri juni í farnu øld. Sostatt er metið frá juni 2010 farið í søguna. Amerikonsku serfrøðingarnir siga, at tað í ár hevur verið heitari í flestu heimspørtum í heiminum. Serliga heitt var í landsynningspartinum av Grønlandi, í norðara parti av Suður Amerika og í Eystur og Mið Afrika. Alsamt fleiri slíkir bankar eru settir á stovn kring allan heimin, men sambært Kjarninn.is, er Ísland einasta landið í Norðurlondum, sum ikki hevur slíkan banka. Sera stórur áhugi er fyri nýggju fyritøkuni Mona Fitness, sum bjóðar persónliga venjing og bólkavenjingar. Hoyr samrøðuna, sum var í Karusellini týsdagin, her. FAME samstarvið Faroe Islands Agency for Music Export skal fáa føroyskan tónleik út í heim og tað gera tey við at fáa fólk í tónleikavinnuni uttan fyri Føroyar og útlendsk fjølmiðlafólk til Føroya á G Festival. FAME er trýpartasamstarv millum G , Uttanlandsdeildina hjá Løgmansskrivstovuni og útgávufelagið Tutl. G og Uttanlandsdeildin hjá Løgmansskrivstovuni byrjaðu at samstarva um at bjóða eitt nú journalistum og fólki í tónleikavinnuni uttanfyri Føroya á G Festival í 2006. Í 2012 gjørdist TUTL partur av samstarvinum og FAME var stovnað. Teir vóru í holt við at sigla stuttleikabátin úr Noregi til Føroya, tá báturin brádliga fór at leka og sakk undan teimum 100 fjórðingar úr Haugesundi. Teir eru allir við í tilgongdini at gera tónleikin, og júst hetta er við til at gera tónleikin fjølbroyttan, siga Jafet Andreas Olsen og Jaspur Jan Olsen. Leikarar úr Føroyum, Íslandi, Finnlandi og Danmark hava skapt leikin, sum verður framførdur í Norðurlandahúsinum í annaðkvøld. Noomi Reinert sigur, at toymið hevur næstan skapt sítt egna mál. Vit byrjaðu at práta enskt saman, men høvuðstankin við projektinum Fenris er at vit skulu tosa á norðurlendskum ella helst á okkara egna máli, og tað hava vit so megnað nú. Tað er ikki vist, at starvið sum tekniskur stjóri hjá Tórshavnar kommunu verður lýst leyst, nú Jákup Egholm Hansen, sum var tekniskur stjóri í knappliga átta ár, gavst týsdagin. Tá Heðin Mortensen, borgarstjóri, í gjár, varð spurdur, um kommunan nú fer at lýsa eftir tekniskum stjóra, var svarið hvørki ja ella nei. Kommunan gav honum valið millum stjórastarvið og nevndarsessin. Jákup Egholm Hansen vildi ikki fara úr nevndini í Eik, tí noyddist hann týsdagin úr starvi sínum sum tekniskur stjóri hjá Tórshavnar kommunu. Fyri ta fráfaringarlønina skal Jákup Egholm Hansen eisini vera til taks hjá kommununi í sjey mánaðir í sambandi við ítøkilig mál, sum hann hevur serligan kunnleika um, eitt nú ymsar byggiverkætlanir hjá kommununi. Øll krevja, at vit góðtaka vápnahvíld og síðani samráðast um okkara rættindi. Hesum vísa vit aftur, og tað gera vit eisini í dag, sigur leiðarin fyri Hamas felagsskapinum, Khaled Meshaal. Leiðarin fyri Hamas felagsskapin, Khaled Meshaal, sigur, at Hamas er fyri vápnahvíld, um Ísrael strikar stongsilin av Gaza, sum hevur vart í nógv ár. Stríðshugaðir palestinar skutu ígjár 98 rakettir inn yvir Ísrael. 25 av rakettunum vórðu oyðilagdar í ísraelsku verjuskipanini, skrivar tíðindastovan Ritzau. Stríðið millum Ísrael og Palestina, sum nú hevur vart í 16 dagar, hevur kravt meira enn 700 mannalív. Í nátt lótu 21 palestinar lív í flog og skotálopum. Sambært mannarætætindafelagsskapum eru meira enn 80 prosent av teimum dripnu sivilir palestinar. Palestinska mannarættindamiðstøðin sigur, at 160 av teimum eru børn og í minsta lagi 90 eru kvinnur, skrivar Ritzau. Higartil hava 32 ísraelar latið lív, av teimum eru 29 hermenn. Í gjár lótu tríggir ísraelskir hermenn lív. Harumfram hava tríggir sivilir ísraelar latið lív í rakettálopum úr Gazageiranum. Runavíkar kommuna hevur endurskoðað fíggjarætlanina í ár, og mælir til at fremja sparingar fyri tríggjar milliónir krónur. Ítøkiliga skulu 1,7 milliónir krónur sparast í rakstri og 1,3 milliónir í íløgum, stendur í gerðabókini fyri býráðsfundin 26. juni. Fíggjarnevndin í kommununi mælir samstundis til at samtykka eykajáttan uppá tilsamans fimm milliónir krónur til meirútreiðslur av íløgum í ár. Neyðugt er við eykajáttan til at gera ymsik arbeiði liðug í kommuni, tí neyðug játtan er ikki sett av í ár, stendur í endurskoðaðu fíggjarætlanini. Talan er um 1,5 milliónir krónur til at gera fimleikahøllina lidna, 1 millión til Blikagøtu, 1,7 milliónir krónur til útfylling á Bakka og 800.000 krónur til asfaltering av oljukajini. Til samans fimm milliónir krónur. Fíggjarnevndin mælir til at fíggja eykajáttanina við sparingum og úr gjaldførinum, sum fíggjarleiðarin hjá Runavíkar kommunu hevur mælt til. Fólk, sum hava brún rís av slagnum Grøn Balance liggjandi í køkinum, eiga at kanna posan, tí smákykt eru funnin í nøkrum posum av hesum rísinum, boðar Heilsufrøðiliga starvsstovan frá. Øyvind Arntzen, skipari, sigur at ein av høvuðstreytunum at koma úr misbrúki er at leita inn í seg sjálvan, áðrenn farið verður í viðgerð. Vakthavandi á politistøðini í Havn, Hallgrímur Hansen, sigur, at talan er um norðmann, sum er í ferðalagi saman við øðrum umborð á stuttleikabáti, sum liggur við bryggju í Vágsbotni. Norska løgregan hevur fingið boðini, og skal kunna familjuna hjá manninum. Hini í ferðalagnum hava verið til avhoyringar á politistøðini í Havn. Út frá tí, sum vitnini hava sagt, hevur rúsdrekka ikki verið uppi í leikinum. Hallgrímur Hansen sigur, at nú skulu umstøðurnar í málinum kannast, og enn kann tí ikki útilokast um nakað brotsverk er hent. Men hinvegin er einki sum bendi á tað. Maðurin kann hava verið áhaldsin, tá hann var á veg umborð á bátin ella fingið dánilsi, sigur vakthavandi á politistøðini, Hallgrímur Hansen, við Kringvarpið. Løgreglan hevur sett seg í samband við norsku heilsmyndugleikarnar um heilsustøðuna hjá manninum. Nú skulu avvarðandi hjá manninum gera av, um tey vilja hava líkið flutt til Noregs. Um so er, skal eitt sonevnt lík pass gerast. Annars verður maðurin jarðaður í Føroyum. Líksýn verður í morgin, fríggjadagin, og tá verður staðfest, um neyðugt verður við líkskurði eisini, sigur Hallgrímur Hansen, vakthavandi á politistøðini í Havn. Súsanna Danielsen, løgtingsstjóri, hevur sæð rokningina í dag. Hon vil tó ikki siga, hvussu stór, rokningin er. Og innlit fæst ikki í rokningina, sigur hon. Annfinn V. Hansen, advokatur, var kanningarstjóri fyri løgtingið í slakar tveir mánaðir, frá 19.november í fjør til 10.januar í ár. Millum annað var hann sum formaður í Samhaldsfasta Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum líka við at undirskriva sáttmála við Copenhagen Infrastructure Partners, CIP, um fígging til Eysturoyartunnilin. Og sum kanningarstjóri skuldi Anfinn V. Hansen kanna lutin hjá Kára P. Højgaard, landsstýrismanni í innlendismálum, og hjá Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, í tunnilsmálinum, har sum júst CIP átti stóran lut. Nakrar dagar eftir, at Anfinn V. Hansen fór frá sum kanningarstjóri, segði Útvarpið, at Løgtingsskrivstovan fór ikki at taka støðu til, um Annfinn V. Hansen var gegnigur ella ikki, fyrr enn rokningin frá honum kom. Nú er rokningin komin, men hvørki rokningin ella gegnisspurningurin eru viðgjørd enn á Løgtingsskrivstovuni, sigur Súsanna Danielsen. Advokatetisku reglurnar siga, at ein ógegnigur advokatur hevur ikki rætt til samsýning, tá hann er loystur frá málinum, tí advokatar hava skyldu til at boða frá alt fyri eitt, um teir eru gegnigir at fáast við eitt mál, teimum stendur í boði. Talan er um grein 19 nevndina, sum kannar Eik Grunnin og eftirlitið við grunninum, og játtan til kanningarstjóran, Hans Gammeltoft Hansen og hansara fólk, sum kanna lutin hjá Kára P. Højgaard og hjá Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni um privata Eysturoyartunnilin. Manningarfeløgini í Føroyum noktaðu limum sínum at mynstra við Asbjørn Senior, tí reiðaríið, sambært manningarfeløgunum, vil ikki brúka sáttmálarnar hjá feløgunum. Hann varð strikaður í donsku skipaskránni fríggjadagin og skrásettur í Føroyum týsdagin, tá P f Ocean Group Faroes Ltd í Hósvík keypti skipið. Ocean Group Faroes Ltd var eitt felag hjá Thor, sum menn í feløgunum South Pelagið og Baglhólmi í Vági hava keypt. Felagið er nú skrásett í Vági. Hóast Athena ikki er til longur, er veiðiloyvið hjá Athenu til enn. Og tað kann brúkast sum grundarlag undir millum annað makrelloyvi. Sum skilst er ætlanin at Asbjørn Senior skal hava veiðiloyvið hjá Athenu, tí tað var í veruleikanum veiðiloyvið, sum varð keypt, tá Ocean Group Faroes varð keypt. 13.juni fekk Skrásetingin fráboðan um, at partapeningurin í Ocean Group Faroes varð hækkaður níggju milliónir krónur upp í 18 milliónir og síðani lækkaður aftur níggju milliónir til útgjaldingar til partaeigarar. Samstundis fóru nevnd og stjóri frá, og nýggj nevnd og nýggjur stjóri tóku við. Nú er Finnbjørn Poulsen í Lopra nevndarformaður og Aleksander N. Vilhelm í Vági er stjóri. Búfólk á Psykiatriska deplinum skulu flyta í nýggja heimið Eystan Heyg og millum Heyggja í Havn og tað er orsøkin til, at fólk verða søgd úr starvi á Psykiatriska deplinum, sigur Naina Túgvustein, varaleiðari á Landssjúkrahúsinum. Fyrra hálvár eru inntøkurnar hjá landinum frá meirvirðisgjaldi umleið 12 prosent hægri samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Inntøkurnar frá landsskattinum eru umleið seks prosent hægri enn somu tíð í fjør. Í fíggjarlógini fyri 2014 er innroknaður væntaður vøkstur í mun til í fjør, men eisini í mun til fíggjarlógina eru inntøkurnar frá meirvirðisgjaldi og landsskatti hægri. Heldur verandi gongd fram, tað ið eftir er av árinum, verða inntøkurnar hjá landskassanum frá meirvirðisgjaldi og landsskatti umleið 150 milliónir krónur hægri, enn sett er í fíggjarlógina fyri í ár, verður sagt í Fíggjarmálaráðnum. Í sendingini fara vit aftur um ein av størstu sorgarleikunum í nýggjari tíð, eldsbrunan á Ravnsoyargøtu í Havn, har trý børn lótu lív, og lýsa brunatrygdina á føroyska bústaðarmarknaðinum. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sum umsitur skatt og avgjøld, sigur við Útvarpið, at Fíggjarmálaráðið hevur ikki enn nakað uppskot um skattalækking og nýggj brúkaragjøld ella hækkað avgjøld. 13.juni í fjør segði Jørgen Niclasen, at ein embætismannabólkur var settur at gera uppskot um skatta og avgjaldspolitikk, sum skuldi leggjast fyri landsstýrið í fjør heyst. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sum umsitur skatt og avgjøld, sigur við Útvarpið, at Fíggjarmálaráðið hevur ikki enn nakað uppskot um skattalækking og nýggj brúkaragjøld ella hækkað avgjøld. 13.juni í fjør segði Jørgen Niclasen, at ein embætismannabólkur var settur at gera uppskot um skatta og avgjaldspolitikk, sum skuldi leggjast fyri landsstýrið í fjør heyst. Víkingur vann hóskvøldið 2 1 móti norska liðnum Tromsø á útivølli. Í hálvleikinum var støðan 0 0. Beint fyri hálvleik varð ein Tromsø leikari vístur av vølli, so Víkingur í seinna hálvleiki hevði ein mann meira. Tað var kortini Tromsø, sum kom á odda 1 0 stutt inn í seinna hálvleik, men Víkingur fall ikki í fátt. Bara tíggju minuttir seinni javnaði Bárður Hansen til 1 1. Og tólv minuttir fyri leiklok avgjørdi Hallur Hansson dystin, tá hann við góðum skoti skoraði til 2 1 til Víking. Víkingur skal í triðja umfari møta Rijeka úr Kroatia. Fyrri dysturin verður longu um eina viku, hósdagin tann 31. juli í Føroyum. Talan verður um trupla uppgávu, sigur Sigfríður Clementsen. Tað lønar seg eisini fíggjarliga hjá Víkingi at spæla seg víðari í kappingini, tí fyri tað fær Víkingur beint omanfyri eina millión krónur aftrat í kassan. Íslendski fiskimálaráðharrin hevur hækkað íslendsku makrelkvotuna 13,6 prosent. Hann hevur lagt 20.100 tons oman á kvotuna, so hon nú er 167.800 tons. Sambært teirri semjuni eiga Ísland, Grønland og Russland góð 190 túsund tons av heildarkvotuni. Men Grønland hevur tikið 100 túsund tons í sín part, og nú hevur Ísland hækkað sína kvotu upp í knappliga 170 túsund tons. Men eingi tíðindi um hækkaðu kvotuna eru á heimasíðuni hjá Fiskimálaráðnum. Og ikki fyrr enn fyrst í hesari vikuni kunngjørdi Fiskistovan, sum umsitur fiskiloyvini, á sínari heimasíðu, at skip og bátar sleppa at fiska meira makrel í ár. Forsætisráðharrin í Ukarina, Arseni Jatsjenkuk, hevur lagt frá sær, eftir at tveir av samstarvsflokkunum í stjórnini hava boðað frá, at teir fara burtur úr stjórnini. Jatsenjuk váttar sjálvur fyri altjóða tíðindastovum í dag, at hann leggur sær orsaka av ósemjuni í stjórnini og teimum blokeringum, sum hava verið í sambandi við eina røð av átøkum, sum forsætisráðharrin og flokkur hansara ætlaðu at seta í verk. Heðin Mortensen, borgarstjóri, var møguliga ógegnigur, tá Tórshavnar býráð fyri skjótt sjey árum síðani, 11.oktober í 2007, viðgjørdi mál um leigutraðir. Tað sigur danski løgfrøðiprofessarin, Karsten Revsbech, sum Løgmansskrivstovan vendi sær til, tá Marin Katrina Frýdal, býráðslimur, í 2009 kærdi Heðin Mortensen. Marin Katrina Frýdal kærdi til Innlendismálaráðið, tí Heðin Mortensen var við í viðgerðini í býráðnum, hóast hann sjálvur leigar trøð frá kommununi. Annika Olsen, sum tá var landsstýriskvinna í innlendismálum, helt seg vera ógegniga at viðgera kæruna, sum tí endaði hjá løgmanni. Men hann ger samstundis vart við, at kjakast kann um hesa niðurstøðuna. Til dømis gjørdi atkvøðan hjá Heðini Mortensen ongan mun, tí býráðið samtykti málið við atkvøðunum 9 4. Og í januar 2011 svarar løgmaður Marini Katrinu Frýdal, at Karsten Revsbech ikki er ivaleysur í sínari niðurstøðu um gegnið hjá Heðini Mortensen. Men tá kommunala eftirlitið ikki kann ógilda avgerðina hjá býráðnum, ger løgmaður ikki meira við kæruna. Hildið verður, at øll 110 ferðafólkini, har nærum helmingurin vórðu franskir ríkisborgarar, hava latið lív. Bjargingarlið hava váttað, at talan er um vrakið av uppkolaða flogfarinum, sum lá spjatt á jørðini. Tíverri funnu vit ongar persónar á staðnum. Tey sóu ongan á lívi, sigur sigur Gielbert Diendre, stjóri fyri vanlukkutilbúgvingini í Burkina Faso. Flogfarið fór hósnáttina úr høvuðsstaðnum í Burkina Faso, Oua gadougou, við kós móti Algeria. Tá flogfarið hevði verið á flogi í 50 minuttir misti loftferðslumyndugleikarnir sambandi við tað. Enn er ikki greitt, hví flogfarið datt niður, men sambært flutningsmálaráðharranum í Burkina Faso, vildu flogskipararnir sleppa at broyta kós, tí sandstormur var í økinum har norðuri í Mali. Forsetin í Mali, Ibrahim Keita, fer í dag til staðið, har vrakið liggur. Vanlukkan er hin ringasta í loftferðslusøguni hjá Burkina Faso, og forsetin, Blaise Dompa or , hevur í dag lýst landasorg í tveir dagar. Løgreglan hevur avhoyrt ein kommunulækna í Føroyum og skuldsett hann fyri at hava framt kynsligan ágang móti fimm kvinnum, ið hava verið til læknaviðtalu hjá honum. Kommunulæknin skal millum annað í samband við undirlívskanningar hava framt kynsligan ágang. Kvinnurnar eru millum 20 og 30 ára gamlar. Løgreglan metir, at maðurin hevur framt kynsligan ágang tá og í øðrum sambandi, og tí er hann skuldsettur. Málið er latið ákærumyndugleikanum, ið síðani skal reisa ákæru. Danski ríkisadvokaturin hevur fingið fráboðan um skuldsetingina móti læknanum, ið er skuldsettur fyri at hava framt kynsligan ágang móti teimum fimm kvinnunum. Setanarmyndugleikin er Heilsutrygd. John D. Olsen, ið varar av kommunulæknaskipanini, kennir ikki ítøkiliga málið, og vil tí ikki gera viðmerkingar til málið beint nú. Tað var í vár, at maðurin koyrdi útav vegnum við bili sínum, men rýmdi av staðnum. Maðurin er dømdur fyri at hava roynt at fingið ein annan at átaka sær ábyrgdina av ferðsluóhappinum. Maðurin er eisini dømdur fyri ikki at hava hildið fráboðanarskylduna, tá hann hevði koyrt út av vegnum, og hevði gjørt skaða á bilverjuna. Løgreglumaðurin er fyribils loystur úr starvi sínum. Ríkisadvokaturin tilnevndi ein statsadvokat at taka sær av málinum, tí talan er um starvsfólkamál innan løgregluna. Maðurin hevur 14 dagar kærufreist, sum gongur út 31. juli. Peter Thaysen sigur, at vanliga merkir fongsulsrevsing, at løgreglumaðurin verður koyrdur úr starvi, men tað er altíð ein meting av málinum samlað. Uppskotið er lagt fyri báðar partar, veit ísraelska blaðið, Haaretz at siga. John Kerry vónar, at fáa svar frá Hamas leiðaranum, Khaled Meshaal, sum er í Qatar, áðrenn hann fer heimaftur. Kerry er í Kairo saman við ST aðalskrivaranum, Ban Ki Moon, og bretska uttanríkisráðharranum, Philip Hammond. Teir hava gjørt uppskotið soleiðis, at Hamas ikki skal kenna seg við undirlutan, eftir at Hamas vísti aftur egyptiska uppskotinum um vápnahvíld. Uppskotið, sum Kerry legði fyri ísraelska forsætisráðharran, Benjamin Netanyahu, snýr seg um, at byrjað verður við vápnahvíld í eina viku, og at ikki er neyðugt hjá ísraelsku herdeildunum at taka seg fult aftur úr Gaza geiranum ta vikuna. Síðani skulu samráðingar millum Ísrael og Hamas byrja í Kairo, har Egyptaland er meklari, og palestinski sjálvstýrsimyndugleikin er við. USA, ES og ST aðalskrivarin skulu tryggja, at samráðingarnar snúgva seg um at steðga rakettálopunum og tunlunum hjá Hamas øðrumegin, og hinumegi at taka av stongsilin, sum Ísrael og Egyptaland í fleiri ár hava havt í Gaza geiranum, og at skaðarnir av ísraelsku álopunum skulu umvælast. Egyptiska uppskotið er nett tað sama sum vápnahvíldin eftir kríggið í 2009, sum eisini nevndi stongsilin av Gaza geiranum, men tað vann ikki frama. Meshaal hevur sagt við BBC, at hann kann góðtaka altjóða trygd fyri, at stongsilin verður tikin av. Kerry tosaði í gjár við parta, sum ahva ávirkan á Hamas, millum annað uttanríkisráðharranar í Qatar, Turkalandi og Jordan. Felagið Blóðgevi varð stovnað 23. mai 2001. Blóðgevi hevur til endamáls at útvega sjálvbodnar blóðgevar til Landssjúkrahúsið og saman við øðrum tílíkum feløgum í Føroyum at tryggja, at sjúkrahúsini í Føroyum fáa nóg mikið av blóði. Á teimum trimum sjúkrahúsunum eru umleið 1.800 blóðgevar skrásettir. Føroysku blóðgevarnir geva blóð umleið 2.000 ferðir um árið. Barndómurin hjá countrysangarinnuni var ógvuliga harður familjan var øgiliga fátøk, harðskapur var dagligur kostur í Twain familjuni og mamman hevði langar periodir hvar hon var deprimerað og bara lá í songini. Michael Jackson var eitt ikon, tá tað kemur til tónleik, dans og undirhald. Hann byrjaði at upptraðka í bólkinum The Jackson 5 saman við beiggjunum hjá sær, longu sum 5 ára gamal, og hevur síðani verið eitt tað størsta navnið innanfyri show business bransjuna. Lívið hjá pop konginum hevur ikki altíð verið ein dansur á rósum. Avleiðingarnar av at hava verið ein barnastjørna hava verið nógvar. Millum annað hevur Michael Jackson ikki havt nakran barndóm. Hann kundi ikki ganga í skúla sum onnur børn, hevði ongar vinir hvørki sum lítil ella vaksin og føldi seg alt lívið øgiliga einsamallan. Arbeiði var tað sum fylti alt, og tað gjørdi, at hann sum vaksin stagneraði og royndi at endurliva barndómin, sum hann ongantíð hevði. Lívið hjá countrysangarinnuni Shaniu Twain er eitt gott dømi um The American Dream , tí hon fór frá at liva í fátækradømi til at blíva multi millióningur. Øll barna og ungdómsárini livdi hon í einari dysfunktionellari familju, har pápin var harðligur, mamman var deprimerað og tey nóg illa høvdu pengar til mat í munnin. Sum heilt lítil hevði hon ein dreym um at liva av tónleikinum, men sum 21 ára gomul misti hon bæði síni foreldur í einari ferðsluvanlukku, og mátti sostatt seta tónleikakarrieruna á pausu og taka sær av yngru systkjunum. Hóast mótgang hevur Shania rokkið øllum málunum sum hon hevur sett sær, og er í dag best selda kvinnuliga countrystjørna nakrantíð. Lena Andersen er ein sonn fyrimynd, tá tað kemur til at halda fast í tí, sum ein veit er rætt. Hon vaks upp í einari dysfunktionellari familju, har pápin var alkoholikari og drakk í tørnum. Hetta skapti nógvan ótryggleika øll barna og ungdómsárini, tí ein visti ongantíð nær næsta tørn kom. Í samrøðuni tosar Lena Andersen um avleiðingarnar av at vaksa upp í einari familju, har alkohol fyllir ov nógv. Eisini tosar hon um, hvat hendir við einum menniskja, tá man skal flyta nógv sum barn. Lena er nevniliga uppvaksin í Canada, men familjan flutti nógv aftur og fram, og tað hevur millum annað gjørt, at hon ongantíð hevur følt seg at passa inn og hevur enn tann dag í dag ringt við at binda seg til nakað og festa røtur. Lena tosar um barndómin, ungdómsárini, lívið sum tónleikari, parlagið millum hana og Niclas, framtíðardreymar og lívsfilosofiir. Her er sendingin, sum Rakul Dalsgaard hevur gjørt, um lívið hjá Lenu Andersen Tá unga manningin á Drekanum fór undir at rógva, lá tað ikki í kortunum, at tær fóru at gerast ein av bestu gentumanningunum í landinum. Í kappróðrarárinum 2014 hava ungu havnagenturnar prógvað, at miðvís venjing gevur úrslit. Nú lesur Steintóra Gleðisheygg Joensen gudfrøði, og er tískil í ferð við fullgera dreymin. Hoyr samrøðuna, sum Summarmorgun hevði við Steintóru Gleðisheygg Joensen. Manningin hevur í longri tíðarskeið tíð vant móti ólavsøkuni og gongst eftir ætlan, er báturin ósigraður fyrsta árið, hann hevur luttikið í FM kappingini. Summarmorgun var í Argja Róðrarfelag og prátaði við Høgna Jacobsen um kappróðrarárið, ólavsøkuróðurin og framtíðarætlanirnar. Eisini var Summarmorgun úti við Drekanum Reyða, tá hann fór undir eina av seinastu venjingunum hetta róðrarárið. Heimið við Vallalíð er bústovnur fyri fólk við minnisloysi. Halldis Joensen er dagligur leiðari á hesum bústovni. Í samband við matsøluna, ið Heimið við Vallalíð skipar fyri á ólavsøku, prátaði Summarmorgun við Halldis Joensen. Krúnborg, sum einamest hevur tikis við fiskivinnu, hevur keypt Mest og harvið flutt seg í nýggja vinnugrein, nevniliga skipasmiðjuvirksemi og tað, ið hevur tilknýti til slíkt og sum eisini fevnir um olju og frálandavinnu. Sáttmálin er gjørdur millum Eik banka og Krúnborg um sølu av Mest samtakinum, ið fevnir um skipasmiðjurnar í Havn, Skála og í Vestmanna umframt maskinverkstaðin í Runavík. Pam Offshore Service er eisini partur av søluni. FAME Faroe Islands Agency for Music Export er samstarv millum G , útgávufelagið Tutl og Uttanlandsdeildina hjá Løgmansskrivstovuni, sum hevur latið umleið 100.000 krónur árliga til átakið men tað er ikki galdandi frá 2015 at rokna. Metsølubókin Fifty Shades of Grey hevur tikið lesarar kring heimin við stormi, síðan bókin kom út í 2011. Filmatiseringin av erotisku skaldsøguni hevur verið í gongd í eina tíð nú, og nú er fyrsti trailarin til komandi filmin tøkur. Írin Jamie Dornan og amerikukvinnan Dakota Johnson eru tey bæði, ið traðka í høvuðsrollurnar sum ávíkavíst Christian Grey og Anastasia Steele. Fifty Shades tríverkið er týtt til 51 mál og hevur selt fleiri enn 100 milliónir eintøk. Við hesum er E.L. James rithøvundurin handan ein av bæði skjótast og bestseljandi bókarøðum nakrantíð. Tað lá ikki í kortunum, at Arne Vatnhamar skuldi gerast fyrsti føroyingurin á Mount Everest. Sum ungur stríddist hann við alkoholtrupulleikum, men í 2006 tók hann avgerð um at leggja lívið hjá sær um. Í kvøld fortelur Arne Vatnhamar okkum um lívið áðrenn og aftaná avgerðina og um, hvussu tað var loksins at standa á toppinum í heiminum. Hvør er Anders Behring Breivik Tað er spurningurin, sum norski journalisturin sne Seierstad setti sær, tá hon fylgdi rættarmálinum um yvirgangsatsóknirnar í Norra fyri trimum árum síðani. Hon tosaði við hundraðtals fólk, las óteljandi skjøl og úrslitið gjørdist bókin En av oss en fortelling om Norge . Bókin gevur okkum innlit í barndómin hjá Anders Behring Breivik og um vælferðarsamfelagið Norra, ið varð skakað av ræðuligu hendingunum 22. juli 2011. 24. juli, gott trý ár eftir hendingina, tosaði Liljan Weihe við rithøvundan um persónin, menniskja og bølmenni Anders Behring Breivik. Tí tað menniskjaliga rúmar eisini tí ónda, sigur sne Seierstad. Omanfyri er filmurin frá ársins Nóllywood at síggja. Filmurin eitur Gongdin og snýr seg um lívið aftaná deyðan. Hjálmar Dam og Jenny Reinert Petersen eru leikararnir, og framleitt hava tey ungu, ið vóru á skúlanum í summar. Gongdin er ein stuttfilmur, ið lýsir lívið aftaná deyðan. Leikstjórin, Elias Magnussen, hevði eina visión um, hvussu tað kundi vera, um lív var aftaná deyðan. Tað, sum hann hugsaði, var, um mann kundi enda í einum bíðirúmi, sum so er gongdin, hann er í, sigur Benjamin Hansen, sum var fotografur til stuffilmin. Filmssummarskúlin Nóllywood varð í ár hildin á Fólkaháskúlanum í Havn í døgunum millum 30. juni og 9. juli. Skúlin er fyri ung millum 14 og 18 ár, og hevur hini árini verið hildin í Nólsoy, har navnið eisini kemur frá. Staðið fyri undirvísingini í ár hava Rógvi Rasmussen og Maria Winther Olsen. Hetta er ein avleiðingar av yvirgangshóttanini móti Norra. John St le Samnes, leiðari fyri altjóða samstarvsdeildini hjá norsku løgregluni sigur við NRK, at tað er neyðugt at hava passið við sær, um ein ætlar sær til Norra, sum støðan er í løtuni. Norska løgreglan ger kanningarnar og krevur, at fólk prógva sín samleika við koyrikorti ella øðrum, um tey ikki hevur passið uppi á sær, sigur John St le Samnes, leiðari fyri altjóða samstarsvdeildini hjá norsku løgregluni við NRK. Norska blaðið VG veit á heimasíðuni at siga frá um fleiri norskar familjur, ið hava verið í Danmark og ferðast, men ikki sleppa heimaftur, tí tey ikki høvdu passið við sær. Vit hoyra útvarpsleikin Frændaleysur . Hector Malot hevur skrivað um Remi. Ein norðmaður hevur gjørt søguna til leik. Niels Nattestad týddi til føroyskt. Birita Mohr legði til røttis fyri Barnaútvarpið í 1988. Ria Tórgarð sigur frá Bjørk Hentze er álitisfólk hjá heilsurøktarunum á Psykiatriska deplinum. Sambært henni eru starvsfólkini farin at leita sær aðrar vegir og onkur hevur longu fingið annað starv. Fólk fara, tí ótryggleiki valdar millum starvsfólkini. Fyrr í vikuni kom fram, at starvsfólk har skulu sigast úr starvi, men ógreitt er, hvussu mong starvsfólk talan er um, og nær uppsagnirnar verða framdar. Umleið 20 heilsurøktarar eru í vandabólki fyri at verða uppsagdir á Psykiatriska deplinum, tá búfólkini verða flutt í nýggju heimini. Klokkan 16 seinnapartin heldur Arne Vatnhamar fyrilestur í Norðurlandahúsinum um, hvussu hann megnaði at blíva fyrsti føroyingur upp og niður av Mount Everest. Tveir týskir felagsskapir høvdu annars boðað frá, at teir fóru at koma til Føroya á ólavsøku at mótmæla grindadrápi. Talan er um WDSF og ProWal og teir skuldu hava omanfyri 90 fólk við sær at mótmæla, men tað verður av ongum. IN.FO skrivar, at felagsskapirnir av trygdarávum hava mælt fólki frá at koma til Føroya. Í staðin eru tað bara formenninir, sum koma til landið. Teir eita Andreas Morlok og J rgen Ortm ller. Felagsskapirnir skuldseta føroyingar fyri at hava rópt ókvæmisorð eftir limunum í umhvørvisfelagsskapunum, og føroyingar skulu sambært teimum enntá hava hótt limir teirra eftir lívinum. Felagsskapirnir høvdu annars fingið tillutað eitt øki á Karlamagnusarbreyt í Hoyvík at mótmæla grindadrápi á ólavsøku, soleiðis at ólavsøkugestirnir ikki vórðu órógvaðir av mótmælistiltakinum. Peter Taysen, chefpolitiinspektørur sigur, at tey eru greið um, at felagsskapirnir fráráða limum sínum at koma til Føroya, men tey hava ikki frætt nakað frá hvørki ProWal ella WDSF um, at tey ikki fara at mótmæla á Karlamagnussarbreyt kortini. Formenninir í felagsskapunum hava biðið um fund við løgregluna mánadagin, og tá fær løgreglan nærri at vita, hvat felagsskapirnir nú fara at gera ella um teir fara at mótmæla yvirhøvur tann ólavsøkudag, sum teir annars hava ætlað. Tað metir Meginfelag Føroyskra Studenta og tað er ein av orsøkunum til, at MFS hevur valt at flyta skrivstovuna úr Keypmannahavn heim til Føroya. Regin Berg, sum hevur verið formaður seinasta árið, legði frá sær. Nýggjur formaður er ein forkvinna, og hon eitur Turið Christoffersen og er lesandi í Føroyum. Eirikur Sanderson er næstformaður, Lív Egilsdóttir Olsen er skrivari og so eru Selma Dahl Erol, Ann Krista í Dali, Katrin Fríð Jógvansdóttir Ann Kristina Svabo og Paula Larsen nevndarlimir. Í ein minutt langa filmsbrotinum verður víst á, meðan ein hvít kvinna gevur einum myrkum dreingi at eta. Tað er mátin hon ger tað uppá, sum vakti vreiðina millum landsins borgarar. Teir halda, at barnið verður fóðrað, eins og tað var ein hundur. Tað hevur fingið felagið handan lýsingina Feed A Child til at koma við eini umbering alment. Har siga tey millum annað, at hugskotið handan lýsingina, var, at varpa ljós á føðslutrot millum børn. Heldur tú, at lýsingin fer yvir um mark Ella eru suðurafrikanarar ov erkvisnir Kelda Mx.dk Í loftrúminum yvir Bergen hava eitt nú fleiri dronir verið, men tað ynskja tey ikki, nú óttin fyri eini yvirgangsatsókn gjørdist greiður hósdagin, tá løgreglan kallaði til tíðindafundar. Vit hoyra framhaldssøguna Leikur í talvi. Ragnheiður Gestsdóttir skrivaði og Lavirna Niclasen týddi til føroyskt. Birita Ludvíksdóttir lesur. Bókin viðgerð evnið happing og vinarlag. Høvuðspersónurin, Sóley, er ein gløgg og sjálvstøðug genta, sum býr í Reykjavík saman við mammu sínari. Hon dugir væl í skúlanum, men trívist ikki, tí at floksfelagarnir av óskiljandi orsøkum happa hana hetta sigur hon ikki fyri nøkrum. Tíbetur fær lívið aðra vend, tá ið ein nýggj genta, sum ikki er sum hini, fer at ganga í flokkinum. Leikur í talvi er ein innilig, spennandi og væl skrivað søga, sum hóskar til lesarar á øllum aldri. Bókin vann Íslendsku barnabókavirðislønina í 2000. Dómsnevndin segði millum annað Leikur í talvi er ein týðandi og fangandi søga, sum er skrivað við stórum innliti og kenslusemi. Tað er nú meira enn eitt ár farið, síðan landsstýrið segði, at lønarskatturin í Føroyum er framvegis ov høgur. Men enn er einki ítøkiligt uppskot á borðinum. Tað høvdu verið enn fleiri handtøkur, um løgreglan ikki hevði skulað koyrt tann langa vegin til Klaksvíkar, sigur vakthavnadi á politistøðini. Løgreglan fekk eisini fráboðan í nátt um, at fólk vóru dottin í býnum, onkur var sovnaður, og tey máttu upp fleiri ferðir koyra full fólk heim. Samurittarnir vóru ein stór hjálp, sigur vakthavnadi. Um 5 tíðina í morgun kom fráboðan um, at trý fólk vóru farin út við báti. Løgreglan setti seg í samband við bjarnginartænastuna, men teirra bátar vóru ikki nærhendis. Stutt eftir, at báturin við trimum fólkum umborð var farin frá landi, vendi hann innaftur, so løgrelan slapp undan at seta tað stóra í verk. Har við sluppu fólkini í bátinum undan rokning, sum hevði staðist av at senda bjargingarbát eftir teimum. Fiskimannafelagið, Maskinmeistarafelagið og Skipara og Navigatørfelagið skrivaður undir sáttmála við feløgini JFK, Varðan, Faroe Origin, North West Pelagic og Framherja um flutningin av makreli og sild hjá skipum í bólki 2, sum eru par og lemmaratrolarar. Nevndin í Føroya Fiskimannafelag metir brotið á mynstringarbannið mótvegis Asbjørn Senior vera eitt sera álvarsamt álitisbrot, og nevndin hevði tí fund í gjár, har bara hesin spurningurin var til viðgerðar. Menninir, ið hava mynstrað við Asbjørn Senior, hava samstundis meldað seg úr Fiskimannafelagnum, og teir fáa onga hjálp haðani, um tað stendur á. Vil onkur teirra gerast limur aftur, skal nevndin taka støðu til tað í hvørjum einstøkum máli sær, sigur Jan Højgaard. Sjálvur sáttmálin ásetur, at flutningsskip, sum ikki hava veiðuloyvi og flutningsloyvi, fáa 34 prosent av søluvirðinum. Skipini, sum lata fiskin, fáa restina. Flutningsskipini fáa 40 prosent av søluvirðinum, hava tey veiðuloyvi og fiskiloyvi. Úr Tinganesi eru boðini greið. Búskapurin er á tryggari grund. Men tað verða nógv, sum fara at taka frágreiðingina hjá løgmanni við fyrivarni. Mánadagin 4. august kemur løgtingið at umrøða ólavsøkurøðuna hjá løgmanni. Viðgerðin um búskaparstøðuna í Føroyum verður í tríggjar dagar Kringvarpið var við, tá ið skrúðgongan fór frá Gundadalshøllini í Tórshavn oman á Skálatrøð. Fólk vóru við fyri at stuðla, men summi vóru eisini farin at forvitnast. Tí kunnu skipini, ið fiska, ikki lata fisk til skipið framyvir. Hesum boðar Fiskimannafelagið frá. Asbjørn Senior er nú so effektivt blokeraður, at skipið fær ikki fisk innanborðs aftur, um limirnir í manningarfeløgunum á fiskandi skipunum ikki vilja seta seg upp ímóti sínum feløgum. Av makrelfeltinum frættist í gjár, at Asbjørn Senior var at farin at sigla inn at landa, men tað verður trupult hjá skipinum at gera tað meira enn hesa einu ferðina. Øll trý manningarfeløgini hava lýst blokadu móti skipinum á feltinum. Tað hava Fiskimannafelagið og Skipara og Navigatørfelagið eisini, tá tað snýr seg um at gera arbeiði á landi í sambandi við skipið. Í lýsingini um blokaduna á sjónum verður noktað limunum í teimum trimum manningarfeløgunum á øðrum skipum at viðvirka til, at fiskur fer umborð á Asbjørn Senior. Fiskimannafelagið sigur seg skilja, at Asbjørn Senior hevur tikið ímóti fiski frá trolaraparinum Kúrbergi og Phøenix. Men lýsta blokadan forðar nú fyri hesum. Orsøkin til, at Maskinmeistarafelagið ikki enn hevur lýst blokadu á landi, er, at felagið er bundið av sáttmálanum við Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum sigur, at feløgini hava eina fráboðanarskyldu, ið merkir, at stríðsstig skulu fráboðast í minsta lagi 48 tímar, áðrenn tey verða lýst og sett í gildi. Undanfarin ár hevur ólavsøkukonsertin verið byrjunarskotið til sjálva ólavsøkuna. Tórsfest var á Vaglinum, í mun til at ólavsøkukonsertin undanfarin ár hevur verið á Tórsgøtu, millum Hotel Tórshavn og Posthúsið. Tórhavnar ítróttarráð stóð fyri tónleikatiltakinum. Serfrøðingar úr Hollandi og Australia gera nú enn eina roynd at koma at ferðamannaflogfarinum, sum hósdagin varð skotið niður í eystara parti av Ukraina á markinum til Russlands. Tað er stríðið millum stjórnarherin og pro russisku uppreistrarfólkini, sum hevur gjørt tað nærum vónleyst hjá serfrøðingunum at koma framat. Bardagar í nátt millum partarnar hava kostað eini 13 fólkum lívið. Partarnir skuldseta hvønn annan fyri at leggja fótonglar fyri kanningunum. USA og ES leggja Russland undir at forða altjóða eygleiðarunum úr OSCE at gera sítt arbeiði. Russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov legði hinvegin, í eini telfonsamrøðu við amerikanska starvsfelagan, John Kerry, USA undir at forða OSCE at gera sítt arbeiði, tí USA stuðlar ukrainsku stjórnini í stríðnum við uppreistrarabólkarnar har eysturi í landinum. Hóast hetta gera serfrøðingar eina roynd seinni í dag, í samstarvi við OSCE. Amerikanski læknin, Kent Brantly, er nú avbyrgdur á einum viðgerðarheimi fyri ebola sjúk á Elwa sjúkrahúsinum í liberiska høvuðsstaðnum, Monrovia, skrivar NRK. Kent Brantley starvast fyri kristna vælgerðarfelagsskapin, Samaritan s Purse, og er sjúkrahússtjóri á viðgerarheiminum hjá felagsskapinum í Liberia. Kent Brantley er giftur og hevur tvey børn. Vit gera alt, vit kunna, fyri at hjálpa honum og familju hansara, sigur felagsskapurin í eini fráboðan. Amerikanski læknin er tann næsti læknin, ið stríðist við at basa ebola, ið nú sjálvur eisini er fongdur við ebola virusinum, ið er tað herviligasta nakrantíð. Í grannalandinum, Sierra Leone, fekk ein afrikanskur lækni eisini staðfest ebola sjúkuna mikudagin í seinastu viku. Tað er ikki greitt, hvussu læknarnir vórðu fongdir við ebola. Afrikanski læknin, Sheik Umar Khan, hevur sjálvur staðið á odda í stríðnum at basa ebola sjúkuni í Sierre Leone, og hevur viðgjørt fleiri enn 100 fólk. Áðrenn teir báðir læknarnir fingu staðfest ebola sjúkuna, hevur ebola eisini kravt lívið hjá fleiri sjúkrarøktarfrøðingum, á viðgerðarstovum í Sierra Leone. Heilsumyndugleikarnir í Sierra Leone siga, at tríggir sjúkrarøktarfrøðingar, ið frammanundan hava bjargað 1.500 fólkum frá at doyggja av ebola, hava latið lív av sjúkuni. Sjúkrarøktarfrøðingar, ið framvegis starvast á viðgerðarstovum í Sierre Leone, óttast støðuna, og hava nú biðið um at verða flutt til onnur sjúkrahús í Vesturafrika. Higartil eru 661 fólk deyð av ebola sjúkuni, ið hevur rakt Guinea, Liberia og Sierra Leone, síðan sjúkan tók seg upp fyrr í ár, skriva útlendskir fjølmiðlar á staðnum. Síðan januar mánað í ár, tá sjúkan tók seg upp, eru 314 fólk deyð í Guinea, 219 fólk eru deyð í Sierra Leone meðan ebola sjúkan hevur kravt 127 mannalív í Liberia. Ebola virusið smittar sera illa, og enn finst eingin heilivágur móti sjúkuni. Deyðleikin av sjúkuni kann koma heilt upp í 90 prosent. Í Vesturafrika er deyðleikin umleið 60 prosent. Í dag klokkan 14 verður eftir øllum at døma ein avtala undirskrivað, so blokadan og mynstringarbannið móti móttøkuskipinum Asbjørn Senior kunnu setast úr gildi. Alex Vilhelm, reiðari á Asbjørn Senior upplýsir fyri kringvarpinum, at hann klokkan 14 fer á fund við umboð fyri Fiskimannafelagið, Skipara og Navigatørfelagið og Maskinmeistarafelagið, og at hann væntar, at hann fer at undirskriva eina avtalu, sum minnir um hana manningarfeløgini hava undirskrivað við hini feløgini í uppsjóvarvinnuni. Feløgini hava annars lýst mynstringarbann og eina blokadu móti skipinum, so eingin av limunum skuldi virka fyri, at skipið fekk fisk á feltinum ella landaði í føroyskari havn. Asbjørn Senior hevur tikið móti fiski frá Phoenix og Kúrbergi, og var í gjár á Kollafirði, har fiskurin varð landaður hóast allar tær lýstu blokadurnar. Tað gongst væl í hond hjá fleiri av teimum stóru føroysku vinnufyritøkunum. Hetta vísir einum gjøgnumgongd av teimum seinastu roknskapunum, sum eru latnir skrásetingini, og sum Vinnuvitan hevur hugt eftir. Eitt av størstu reiðarínum í landinum er Thor í Hósvík, sum í fjør hevði á 287 milliónir krónur í umsetningi, og eftir rentur og avskrivingar gjørdist úrslitið hjá felagnum 31 milliónir krónur í yvirskoti. Eitt annað stórt reiðarí er JFK í Klaksvík, sum eisini hevði eitt gott ár í fjør, og kundu vísa á ikki minni enn 80 milliónir krónur í yvirskoti. Ein stórur partur av hesum kemur frá søluni av virkseminum í Grønlandi, sum hevur kostað felagnum nógvan pening, men alt hetta kom aftur við søluni av virkseminum. Men verður hetta tikið burturúr úrslitinum gevur raksturin 30 milliónir krónur í avlopi. Høvdavirkið í Leirvík hevði eisini eitt gott ár í fjør, og gav 11,6 milliónir krónur í avlopi, sum er 600.000 krónur frægari enn 2012. Í kjalarvørrinum av hesum kemur, at partafelagið Krúnborg herfyri megnaði at keypa MEST samtakið frá Eik fyri góðar 20 milliónir krónur. Aðrir roknskapir vísa eisini sera góða úrslit, og tey størtu tølini eru at finna í uppsjóvarvinnuni, bæði á sjógvi og landi. Avtalað er í dag undirskrivað millum reiðaríiðini hjá Asbjørn Senior og Grunnabarð, og so manningarfeløgini, sum høvdu lýst við mynstringarbanni og blokadu. Lagt var eisini upp ti,l at arbeiðarafeløgini kring landið settu blokadu í verk á landi, so tað fór at verða ógjøgligt hjá skipunum at landa uppsjóvarfiskin. Fríggjadagin skrivaðu manningarfeløgini undir avtalu við fimm onnur reiðarí og samtøk í sambandi við uppsjóvarfiskiskapin, og nýggja avtalan millum reiðaríini hjá Grunnabarð og Asbjørn Senior og manningarfeløgini er tann sama. Annfinn Garðalíð, næstformaður í Skipara og Navigatørfelagnum, sigur við heimasíðuna hjá Fiskimannafelagnum, at samband var millum partarnar í gjár. Teir gjørdu púra greitt, at teir vildu hava skipaði viðurskifti við manningarfeløgini, sigur Annfinnur Garðalíð við heimasíðuna hjá Fiskimannafelagnum. Hann er nøgdur við avtaluna, hóast hann hevði ynskt, at tað vóru betur stundir at gjørt eina longri avtalu. 6 mannafør menn 1 Tvørabáturin 04 26.19 2 Sølmundur 04 27.15 3 Hvessingur 04 27.22 4 Jarnbardur 04 28.03 5 Rádni 04 29.08 6 Gongurólvur 04 31.13 7 Lómur 04 32.11 8 Páll Fangi 04 35.04 9 Smyril 04 38.06 5 mannafør gentur 1 Firvaldur 04 52.11 2 Spógvin 04 53.13 3 Fípan Fagra 04 53.20 4 Jallurin 04 54.04 5 Silja 04 54.24 6 Drekin 04 59.05 7 Sílið 05 01.21 8 Ørnin 05 06.11 Einaferð streymaðu havnarfólk út úr býnum á ólavsøku og leitaðu sær ístaðin til gistingarhús kring landið at finna sær frið. Hetta gav svongum gistingarhúsum góðar dagar á ólavsøku. Soleiðis er ikki longur, uttan at gistingarhúsini bløða av tí orsøk, heldur tvørturímóti, so blómar vinnan. Vit hava ringt til nøkur av gistingarhúsunum kring landið, Gjáargarð, 62 Norð við flogvøllin og Klaksvíkar Sjómansheim, sum øll siga tað sama. Hotel Norð á Viðareiði hava vit eisini tosað við, men tað hotellið verður leigað til Articon í sambandi við tunnilsarbeiði. Har hava tey tó somu fatan sum hini fyri tey undanfarnu árini meðan hotellini vóru á tremur við havnarfólk um ólavsøkumundið fyri nøkrum árum síðan, so eru gestirnir í dag so at siga bert útlendingar. Tað er ikki tí at útlendingar hava troðkað havnarfólkini burtur, men heldur tí at nógv fleiri útlendingar eru í landinum, samstundis sum havnarfólk heldur vilja vera í Havn á ólavsøku í dag enn áður, ella tí tey leita sær út um landoddarnar. Øll gistingarhúsini hava eisini merkt, at sesongin er longd munandi seinastu árini. Áður byrjaði sesongin í juni mánaði og vardi so kanska nakað inn í august. Í dag byrjar virksemið av álvara í mai mánaði og endar ikki fyrr enn í september. 10 mannafør 1 Drekin Reyði 04 03.21 2 Klaksvíkingur 04 04.05 3 Vestmenningur 04 08.13 4 Havnarbáturin 04 13.13 5 Eysturoyingur 04 15.10 6 Ormurin Langi RK 04 22.02 7 Hoyvíkingur 04 36.00 Klokkan eitt verður tingið sett, og nýggja løgtingsárið byrjar við ólavsøkurøðu løgmans, har hann tekur saman um farna árið, og kunnar løgtingið um lóggávu og tiltøk, sum landsstýrið ætlar at fremja. Áðrenn løgtingið verður sett, verður skrúðgonga úr løgtinginum í Havnar kirkju við løgmanni, løgtingsformanninum og biskupi á odda. Theodor Eli Dam Olsen prestur heldur ólavsøku gudstænastuna, og tá hon er liðug fer skúðgongan niðan aftur undir Tinghúsið, har ólavsøkukórið syngur áðrenn løgtingið verður sett. Av Politistøðini í Havn verður sagt, at náttin hevur verið lívlig, sum vakthavandi tekur til. Sjey átta ferðir ferðir var sjúkabilurin sendur í býin eftir fólki, sum vóru dottin. Tað var ein maður, sum fýra ferð framdi herverk av ymiskum slag. Hann varð handtikin og sendur til Klaksvíkar at sova rúsin av sær. Nógv fólk var í býnum í nátt, men tá tað fór at regna um eitt tíðina tyntist rættiliga skjótt við fólki, verður sagt av Politistøðini Tey sum eru sloppin inn kunnu fegnast, men tað eru eisini mong, sum fáa at vita at tey ikki eru sloppin inn, tí umsøkjatalið hevur aftur sett met í ár. Árið í ár er merkt av, at ongantíð hava so nógv søkt inn á teir ymisku útbúgvingarstovnarar og ongantíð fyrr hava tað verið so nógvar útbúgvingar at velja ímillum. Gongdin er vend, og brotasjógvarnir hava lagt seg, segði løgmaður um samfelagsgongdina í røðu síni til løgtingið, ið var sett fyri løtu síðani. Bjartskygni sítt hevur løgmaður í, at bruttotjóðarúrtøkan vaks fimm prosent í fjør og at inntøkurnar frá meirvirðisgjaldi vóru 12 prosent hægri fyrra hálvár enn somu tíð í fjør. Samstundis eru ábendingar um, at útflutningurin aftur í ár fer at seta met, tí samlaða íkastið frá alivinnuni, uppsjóvarvinnuni og fjarfiskiflotanum ongantíð hevur verið størri segði løgmaður. Hóast búskaparligu framgongdina er framvegis hall á fíggjarlógini, og Kaj Leo Holm Johannesen tók uppaftur í røðu síni, at samgongan hevur sett sær fyri at fáa javnvág millum inntøkur og útreiðslur í 2016. Tey, sum hava verið í Danmark og fingið sær útbúgving, kunnu flyta aftur til Føroya og hava danska arbeiðsloysisstuðulin við sær í tríggjar mánaðir. Fráflytingin er framvegis størri enn tilflytingin, men løgmaður heldur seg síggja glottar og nevndi, at fleiri flyta heimaftur, og tey, sum flyta av landinum, fækka. Eitt annað, ið ber rætta vegin, er, at fyri fyrstu ferð seinastu tíggju árini er talið á kvinnum í aldursbólkinum 20 til 40 ár vaksið, segði løgmaður. Hann nevndi ikki Ukraina, men segði tað vera óskiljandi, at nakar skjýtur niður eitt ferðafólka flogfar við sløkum 300 fólkum umborð. Eg vóni, at tey, sum hava ábyrgdina av hesi illgerð, verða drigin til svars, og at tiltøk verða sett í verk, so slíkt ikki hendir aftur, segði løgmaður. Landsstýrið fer at krevja, at útlendingar við føroyskum fiskiskipum, sum fiska í føroyskum sjógvi, skulu hava arbeiðs og uppihaldsloyvi. Men um tað verður eitt krav, at føroyskir hýrusáttmálar eisini skulu vera galdandi fyri útlendingar við føroyskum fiskiskipum, segði Kaj Leo Holm Johannesen IKKI í røðuni. Um ørsøkina til at krevja, at útlendskir fiskimenn skulu hava arbeiðs og uppihaldsloyvi segði løgmaður, at eitt nútíðarsamfelag eigur at hava væl skipað viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum, og vit eiga at fyribyrgja sosiala dumping. Samgongan hevur ikki higartil viljað tikið undir við uppskoti frá andstøðuni, sum hevur viljað sett kravið í fiskivinnulóggávuna, at útlendingar, ið mynstra við føroyskum fiskiskipum, skulu lønast eftir sáttmálunum millum manningarfeløgini og reiðararnar. Og so hava vit fingið ein nýggjan háskúlastjóra. Tað er Annfinnur Heinesen, sum tekur við aftaná Róa Patursson, sum hevur verið stjóri seinastu 26 árini. Manningarfeløgini nokta ikki longur limum sínum at mynstra við Asbjørn Senior, sum í løtuni virkar sum flutningsskip hjá trolarum, sum fiska makrel og sild. Tí ólavsøkuafttan gjørdu reiðaríini hjá Asbjørn Senior, tað eitur Ocean Group Faroes, og hjá Grunnabarði, sum South Pelagic leigar frá Thor, sum eigur skipið, og manningarfeløgini, sum høvdu lýst mynstringarbann og stongsul, avtalu um hýrurnar hjá manningunum. Avtalan, sum varð gjørd í gjár millum feløgini og reiðaríini hjá Grunnabarði og Asbjørn Senior er eins og tann, sum varð gjørd fríggjadagin. Sambært avtaluni fáa flutningsskip, sum ikki hava veiðiloyvi og fiskiloyvi, men bara flutningsloyvi, 34 prosent av søluvirðinum av fiskinum, tey flyta til lands. Skipini, sum lata fiskin, fáa hini 66 prosentini. Tað heldur Árni Gregersen, journalistur og viðmerkjari, sum skrivar um politikk á heimasíðuni ting.fo. Útvarpið tosaði við hann í gjár um røðuna hjá løgmanni. Árni Gregersen sigur, at sambært ólavsøkurøðuni er løgmaður nøgdur við tað, sum er hent seinasta árið. Hann torir ikki at lova politiskar broytingar, nú í mesta lagi 15 mánaðir eru til løgtingsval. 39 ára gamli Sheik Umar Kahn, ið hevur viðgjørt fleiri enn 100 fólk í Sierre Leone í Vesturafrika fyri ebola sjúkuna, doyði í gjár. Tað upplýsa heilsumyndugleikarnir, sambært tíðindastovuni AP. Sheik Umar Kahn varð í seinastu viku innlagdur á eina viðgerðarstovu hjá Læknum uttan landamørk, har Umar Kahn sjálvur var í viðgerð fyri ebola sjúkuna. Frammanundan hevði afrikanski læknin staðið á odda fyri størstu viðgerðarstovuni í býnum Kenama, umleið 300 kilometrar frá høvuðsstaðnum í Sierra Leone, Freetown. Miatta Kargbo, heilsumálaráðharri í Sierra Leone, hevur skýrt Sheik Umar Kahn tjóðarhetju, og hevur róst honum fyri sín lut at basa ebola sjúkuni og bjarga lívinum hjá fólki í Vesturafrika. Sheik Umar Kahn, ið doyði av ebola sjúkuni í gjár, týsdagin, varð smittaður av systur síni, sigur kona Sheik Umar Kahn í samrøðu við tíðindastovuna AP. Tilsamans eru 662 fólk nú deyð av herviligu ebola sjúkuni, síðan sjúkan tók seg upp í januar mánað í ár. Í Sierra Leone, har Sheik Umar Kahn starvaðist, hevur ebola sjúkan higartil kravt 159 lív. Men formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum, Kári P. Højgaard, ivast í, um andstøðan nakrantíð verður boðsend, og heldur ikki, tá ein nýggjur skúlabygnaður skal gerast. Røðan fer ov lætt um nógvar stórar trupulleikar í samfelagnum, hon er í so glansbílætakend, sigur Sirið Stenberg, næstforkvinna í Tjóðveldi, um ólavsøkurøðu løgmans. Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, er uttanlands, so Sirið Stenberg verður talskvinna floksins, tá løgtingið mánadagin fer at viðgera røðuna hjá løgmanni. Røðan hjá Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, á ólavsøku var afturlítandi og manglar politiskar hugsjónir fyri framtíðina. Tað heldur Poul Michelsen, formaður fyri Framsókn. Poul Michelsen heldur, at løgmaður átekur sær og samgonguni størri heiður enn gott er fyri búskaparligu framgongdina, sum nú hómast í samfelagnum. Her koma ymisk fólk í útvarpsstovuna, sum duga og tora at seta orð á truplar spurningar. Gestirnir vita ikki frammanundan, hvørjir spurningarnir verða. Súsanna Danielsen er gestur hesa ferð. Hetta er triðju ferð, at føroyskur bólkur roynir seg á Wacken finaluni. Hamferð vann kappingina, og Sick endaði millum seks teir fremstu bólkarnar. Í dag fer ES nevndin fyri fiskivinnu og aling at taka støðu til, um ES boykottið móti Føroyum, sum kom fyri 11 mánaðum síðani, skal setast úr gildi. Men kortini er væntandi, at nóg stór undirtøka er fyri uppskotinum hjá ES nevndini at gevast við boykottinum móti makreli og norðhavssild úr Føroyum. Síðani fer reglugerðin um at taka av handilsforðingarnar í ES kunngerðablaðið. Og hon kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Kunngerðablaðið hjá ES kemur út hvønn dag frá týsdegi til leygardag. Sendistovan í Brússel sigur, at roknað verður við, at reglugerðin kann verða kunngjørd longu í viku 33, sum byrjar 11.august. Tá kunnu boðini um, at ES ikki longur boykottar Føroyar, í fyrsta lagi koma í gildi mikudagin 13.august. Í Skotlandi mælir Ian Gatt, stjóri í felagnum hjá teimum, sum fiska uppsjóvarfisk, staðiliga Bretlandi og øðrum londum í ES til ikki at stegða handilsforðingunum. Ian Gatt sigur, at ein atkvøða fyri uppskotinum at strika boykottið er tað sama sum ein akvøða fyri fiskiskapi, sum ikki er burðardyggur. Limir í teimum fýra feløgunum, tey eru Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, høvdu fingið boð um at leggja niður alt arbeiði, sum beinleiðis hevði samband við flutningskipið Asbjørn Senior. Tað er at landa skipið, flyta fisk frá skipinum, bunkra tað og flyta tí proviant. Samhugaverkfallið varð tó av ongum, tí ólavsøkuaftan gjørdu reiðaríið hjá Asbjørn Senior og manningarfeløgini avtalu um manningina á Asbjørn Senior. Manningarfeløgini lýstu mynstringarbann og stongsul móti Asbjørn Senior, tí skipið var farið í vinnu sum flutningsskip uttan at hava nakra avtalu við manningarfeløgini. Tey fýra arbeiðarafeløgini í Samtaki, har sum Fiskimannafelagið eisini er limur, sendu Føroya Arbeiðsgevarafelag fráboðan um, at tey ólavsøkumorgun klokkan átta løgdu niður alt arbeiði, sum hevði beinleiðis við Asbjørn Senior at gera. Hóast manningarfeløgini lýstu mynstringarbannið týsmorgunin í seinastu viku, bar ikki til hjá arbeiðarafeløgunum at fara í samhugaverkfall samstundis, tí tey hava nú eina fráboðanarskyldu í sáttmálanum við arbeiðsgevararnar. Vit ivaðust onga løtu í at stuðla, og eg eri vísur í, at manningarfeløgini gera tað sama, tá vit eina aðru ferð kanska hava brúk fyri teirra stuðli, sigur Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag. Vit hava roknað okkum til at hava mist umleið 7 milliónir í inntøkum. Tað sigur reiðarin á got, Eyðstein Poulsen, í samrøðu við Norðlýsið á netinum. Tað er ikki bert reiðaríið hjá got, ið hevur mist pening, hesar fimm mánaðirnar, línuskipið ikki hevur hevur verið til fiskiskap. Menninir, ið sigla við, hava eisini mist pening. Tað svarar kanska til eina inntøku uppá 350.000 krónur til ein vanligan mann hesar mánaðirnar, sigur reiðarin, Eyðstein Poulsen, við Norðlýsið. Gongst sum ætlað, fer got aftur til fiskiskap seinast í august mánað. Garnaskipið hevur ikki verið til fiskiskap síðan tað varð árent 25. februar í ár. Sea Shepherd hevur tikið sýslumannin og grindaformenn av ræði. Tí havi eg nú meldað Sea Shepherd, sigur Karl Johansen, sýslumaður í Norðoyggjum í samrøðu við útvarpið. Tað fer ikki ótalað aftur við borðinum, at fólk frá felagsskapinum Sea Shepherd róku eina grind, ið lá í Haraldssundi í gjár, til havs aftur. Sýslumaðurin í økinum tekur nú sakina í egnar hendur og hevur meldað felagsskapin. Karl Johansen, sýslumaður í Norðoyggjum, hevur meldað Sea Shepherd, tí hann heldur, at felagsskapurin hevur brotið grindareglugerðina, har ásetingar um rakstur av grind eru lýstar. Sýslumaðurin í Norðoyggjum sigur, at løgreglan ikki fekk forðað felagsskapinum Sea Shepherd at reka grindina til havs, tí løgreglan ikki hevði bát til taks, tá fólk frá Sea Shepherd róku grindina út aftur. Teir Sea Shepherd, red. róku grindina norður ígjøgnum Haraldssund, og grindin gekk so mikið skjótt, at grindin eisini kavaði, sigur Karl Johansen við útvarpið. Fólkini frá Sea Shepherd vóru í skjóttgangandi báti, meðan løgreglan ikki hevði bát tøkan í økinum. Tí var ikki so nógv at gera, sigur sýslumaðurin í Norðoyggjum. Tórshavn, Kaldbak, Kollafjørður, Velbastaður, Nólsoy, Signabøur og Hvítanes. Tað trýtur ikki við húsum, íbúðum, grundstykkjum og jarðarstykkjum, sum í løtuni verða seld í Tórshavnar kommunu. Í løtuni eru 145 til sølu á sølulistum hjá teimum ymisku meklarunum, ið átaka sær at selja hús, íbúðir, grundstykki og jarðarstykki fyri fólk, ið vilja búgva í størstu kommununi í landinum. Tórshavnar kommuna hevur tikið stig til at gera tað einfaldari hjá fólki, ið hava ætlanir um at seta føtur undir egið borð í høvuðsstaðarkommununi, og hevur savnað allar ognirnar saman í eitt samvirkið kort. Kommunan hevur tikið stig til, og gjørt, eitt talgilt, samvirkið kort, har fólk fáa yvirlit yvir, hvar í kommununi hús, íbúðir, grundstykki og jarðarstykki eru lýst til sølu. Á samvirkna kortinum kanst tú síggja allar ognir, sum í løtuni eru á sølulista hjá teimum ymisku húsameklarunum. Tilsamans eru 145 á sølulista í høvuðsstaðarkommununi. Tú kanst eisini velja, um tú bert vilt síggja sethús, raðhús, íbúðir, vinnubygningar, neyst, summarhús, grundstykki ella jarðarstykki á samvirkna kortinum á slóðini omanfyri her. Og hon vil eisini hava at vita, hvussu Jacob Vestergaard sær fyri sær, at avbjóðingarnar hjá landbúnaðinum verða loystar við at privatisera jørðina. Útbrotið av ebola í Vesturafrika er tað álvarsligasta og størsta, vit vita um. Í Føroyum eiga vit kortini ikki at óttast sjúkuna, sigur Shahin Gaini, lækni og smittuserfrøðingur, við útvarpið. Shahin Gaini heldur, at ebola sjúkan eigur at verða tikin í størsta álvara, men at vit í Evropa ikki hava stórvegis orsøk at óttast eina farsótt av ebola virusinum um okkara leiðir. Um vit skuldu fingið tilburðir í Evropa, er heilsuverkið væl fyri at steðga smittuni, so hon ikki fer víðari, sigur smittuserfrøðingurin í samrøðu við útvarpið. Orsøkin til at deyðleikin í Afrika av ebola er so stórur er, at londini í Afrika eru fátøk, og at sjúkrahúsverkini har eisini tískil eru illa fyri at basa ebola sjúkuni. Hevur man verið í Afrika, sum eg havi verið, og sæð, hvussu heilsuverkið fungerar, skilir man væl, hví sjúkan breiðir seg, sigur Shahin Gaini, lækni og smittuserfrøðingur. Hann sigur, at flestu fólk í Afrika verða smittað á sjúkrahúsum, tí starvsfólk á sjúkrahúsum ikki hava neyðugu útgerðina, og tí heilsustarvsfólkini hava so nógv at gera, at tey gera feilir. Herviliga ebola sjúkan smittar ikki gjøgnum luftina, eins og sjúkurnar fuglakrím og SARS gera, ið hava gjørt um seg ymsastaðni seinnu árini. Ebola smittar gjøgnum fysiska kontakt. Tað vil siga kropsvætur blóð, spýggju, land og skarn. Tí er smittuvandin ikki so stórur sum við fuglakrími og SARS, sigur Shahin Gaini. Shahin Gaini mælir fólki, ið ferðast í afrikonsku londunum, til at fara inn á heimasíðuna hjá Statens Serum Institut at leita sær meira kunning og vegleiðing um útbrotið. Barndómurin var merktur av bæði kropsligum og sálarligum harðskapið, hann bleiv longu sum 6 ára gamal, pressaður inn í ein vaksnamannaheim, har hann skuldi upptraðka til veitslur og á náttklubbum, har alkohol varð skonkt og damur strippaðu. Hetta setti síni djúpu spor og tá Michael varð ein vaksin maður segði hann, at barndómurin bleiv tikin frá honum. Sum 12 ára gamal bleiv hann ein superstjørna fólk kendu hann allastaðnar har hann fór og hetta gjørdi, at hann ikki kundi liva eitt vanligt lív. Hann bleiv tikin úr skúlanum og fekk sostatt ongantíð nakrar vinir á hansara egna aldri. Frá at hava verið ein framligur, sjálvsikkur lítil drongur, bleiv Michael ein introvertur, shy og ósikkur tannáringur. Miðlarnir blandaðu seg í alt sum hann gjørdi og segði, og byrjaðu enn tá at seta spurnartekin við hansara seksualitet. Sum tannáringur bleiv hann sostatt skýrdur at vera samkyndur av miðlunum. Hetta tí, at hann ikki vísti nakran serligan áhuga fyri konufólki. Eftir røðina av svárum hendingum, brustu dreymar Fríðu Eystberg. Nú stendur hon á einum vegamóti hon vil liva lívið, sum liggur frammanfyri eins og eitt opið blað. Men øll vikan fór, áðrenn arbeiðarafeløgini gjørdu vart við seg. Hví boðaðu tey ikki frá samhugaverkfallinum alt fyri eitt týsdagin Ebola sjúkan, ið hevur gjørt um seg í Vesturafrika síðan januar mánað í ár, er tann herviligasta, síðan byrjað varð at skráseta hagtøl yvir sjúkuna í 1974, vísa hagtøl frá WHO. Seinasta hálva árið eru útvið 700 fólk deyð í Suðurafrika av ebola sjúkuni. Sjúkan hevur eisini kravt lívið hjá fleiri heilsurøktarstarvsfólkum, teirra millum ein leiðandi yvirlækni í ebola sjúkuni. Sambært hagtølunum í yvirlitinum niðanfyri her sæst, at árið í ár 2014 er tað herviligasta nakrantíð, har flest fólk eru deyð av ebola sjúkuni síðan byrjað varð at skráseta. Tað er ein av niðurstøðunum í eini ST frágreiðing. 240.000 av teimum 440.000 fólkunum búgva annaðhvørt í almennum bygningum ella skúlum, ið ST rekur har. Mikunáttina var ein av hesum skúlunum raktur av ísraelskum rakettum og minst 15 fólk lótu lív. Av hesum vóru fýra børn. Minst seks ST riknir skúlar í Gazageiranum eru raktir av ísraelskum rakettum síðani 8. juli. Orkuverkið í Gazageiranum er eisini hart rakt. Har eru skaðarnir so mikið ógvusligir, at Gaza býur einans fær streym tveir tímar dagliga, meðan miðbýurin als ikki fær streym. Hetta hevur millum annað við sær, at almenna heilsustøðan í Gaza er versnað munandi, tá vatn og reinførisviðurskifti eru tengd at streyminum. Sjúkrahúsini mugu nú seta alt sítt álit á streym generatorar, sum tey hava. Aftur í morgun hava ísraelar skotið granatir móti einum øki, har ein ST rikin skúlin heldur til. Sjálvur skúlin varð ikki raktur, men í honum húsast fleiri fólk, sum ikki hava tak yvir høvdið longur, og átta teirra vórðu særd av granatálopunum í morgun, skrivar CNN. Í gjár lótu omanfyri 100 palestinensar lív ymsum álopum. Norska tíðindastovan NTB endurgevur heilsumyndugleikar í Gazageiranum fyri at siga, at í morgun var talið av palestinensum, sum hava latið lív í 24 daga langa stríðnum, komið upp á 1364. Hinvegin hava 56 ísraelskir hermenn latið lív, umframt at tveir sivilir ísraelar og ein teilendskur gestaarbeiðari eisini hava latið lív av rakettum frá Hamas. Pelagiska vinnan í Danmark heitir í dag staðiliga á Evropeiska Samveldið um IKKI at avtaka 11 mánaðar langar innflutningsbannið av føroyskum makreli og sild til ES. Tað skal ikki betala seg at fiska óburðardygt og uppføra seg, sum føroyingar hava gjørt í bæði makel og silda trætuni, sigur Esben Sverdrup Jensen, stjóri í Danmarks Pelagiske Producentorganisation. ES nevndin situr annars í løtuni og viðgerð avtøkuna av innflutnings banninum. Nevndin kunngjørdi í juni, at innflutningsbannið móti føroyskum markeli og sild fór at verða avtikið í kjalavørrinum á avtaluni, ið ES og Føroyar gjørdu um býtið av norðhavssildini. Avtalan gav Føroyum 40.000 tons av samlaðu veiðuni í mun til tey 105.000 tonsini, sum Føroyar tilskrivaðu sær sjálvum í fjør. Men 40.000 tons er framvegis tvífalt so nógv sum føroyingar eiga rætt til, heldur Esben Sverdrup Jensen, stjóri í Danmarks Pelagiske Producentorganisation. Rebekka hevur verið nógv virkin á føroyska tónleikapallinum seinastu árini og hevur millum annað sungið kór hjá Eivør, Guðrið Hansdóttir og Guðrun amp Bartal. Umframt at vit skifta orð um festivalin í breiðari merking, verður skráin fyrstu ferð kunngjørd í samrøðuni. Eisini verða tvey atgongumerki til festivalin burturlutaði á Facebook síðuni hjá Karusellini. Vitja hana her Fíggjarnevndin, Tekniska nevnd, Vinnunevndin og Mentamálanevndin eru eftir, men Trivnaðarnevndin verður strikað í nýggja bygnaðinum hjá Tórshavnar kommunu. Endamálið er at fáa greiðari og betri samskifti og samstarv millum politisku skipanina og fyrisitingarøkini, so mál verða avgreidd nógv skjótari, og ferð kann setast á politiskar ætlanir, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri. Hann sigur, at politiska arbeiðið í býráðnum verður styrkt, tí nevndarformenn fáa størri ábyrgd saman við umsitingini at leggja arbeiði til rættis, at fyrireika og avgreiða mál. Í hesum liggur eisini ein ábyrgd at samskipa arbeiðið millum politisku nevndirnar og millum nevnd og býráð. Slíkar bygnaðarbroytingar, sum skulu gerast í Tórshavnar kommunu, krevja eisini broytingar í kommunustýrisskipanini. Tær skulu tí tvær ferðir fyri býráðið fyri at verða samtyktar. Seinni fundurin um broytingarnar verður 14.august. Seint seinnapartin í gjár samtykti ES nevndin fyri fiskivinnu og aling at taka undir við uppskotinum hjá ES nevndini um at strika handilsforðingarnar móti makreli og norðhavssild úr Føroyum. Síðani fer reglugerðin um at taka av handilsforðingarnar í ES kunngerðablaðið. Og hon kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Kunngerðablaðið hjá ES kemur út hvønn dag frá týsdegi til leygardag. Føroyska sendistovan í Brússel sigur, at roknað verður við, at reglugerðin kann verða kunngjørd longu í viku 33, sum byrjar 11.august. Tá kunnu boðini um, at ES ikki longur boykottar Føroyar, í fyrsta lagi koma í gildi mikudagin 13.august. Bæði í Skotlandi og í Danmark heitti uppsjóvarvinnan staðiliga á ES nevndina fyri fiskivinnu og aling um at fella uppskotið um at strika handilsforðingarnar, tí føroyingar, sambært vinnuni í Skotlandi og Danmark, framvegis fiska ov nógv og ikki burðardygt. Leingið er tað, ið væl skal vera, sigur orðafellið. Men nú er tað also vist Pamela Anderson kemur til Føroya í dag at stuðla Sea Shepherd í royndum felagskapsins at steðga grindadrápinum. Sum myndin vísir, so avmyndaði Petur Hansen Pamelu Anderson umborða á flogfarinum hjá Atlantic Airways, ið er á veg til Føroya í morgun. Spreingingarnar hendu um midnátt lokala tíð hóskvøldið. Í morgun er framvegis ikki tamarhald á støðuni, og eldur logar framvegis í økinum, har spreingingarnar vóru, skrivar tíðindastovan AP. Myndugleikarnir á staðnum fingi fleiri fráboðanir um gasslekar hósdagin. Stutt aftaná fráboðaninar var ein røð av spreingingum, ið vóru so ógvusligar, at bilar og motorsúkklur vórðu slongd runt í økinum. Orsøkin til gasslekarnar er ikki heilt greið enn. Trupult er eisini at fáa neyðugu hjálpina til økið, har fleiri ferkilometrar av vegakervinum eru lagdir í oyði, sigur ein talsmaður fyri stjórnina. Íbúgvarnir í býnum Kaohsiung hava fingið boð um ikki at fara út fyribils, og at fylgja teimum boðum, myndugleikarnir koma við, so leingi tamarhald ikki er á støðuni í býnum. Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum. Sambært løglistanum hjá landsstýrinum kemur Fíggjarmálaráðið við níggju broytingum í lógini um fíggjarligt virksemi í tingsetuni, sum byrjaði ólavsøkudag. Hesi broytingaruppskotini fara at gera, at lógin um fíggjarligt virksemi, sum er donsk, verður dagførd í Føroyum fram til 1. januar í ár. Men SIFI lóggávan kemur tó ikki í gildi í Føroyum í tingsetuni, stendur í løglistanum. Klokkan tvey seinnapartin fer Bjørn Kalsøe, landsstýrismaður í mentamálum, at avdúka nýggju standmyndina av kópakonuni í Mikladali. Standmyndin av kópakonuni kann gerast ein ímynd fyri Mikladal og Norðoyggjar, eins og tann lítla havfrúgvin er tað fyri Keypmannahavn, heldur Dávur Winther, mentanarleiðari í Klaksvíkar kommunu. Forsætisráharrin í Australia, Tony Abbot, sigur í morgun við fjølmiðlar, at vanlukkuserfrøðingarnir hava funnið fleiri lík. Frammanundan høvdu australsku og niðurlendsku myndugleikarnir, sum standa fyri kanningi av flogvanlukkuni, ikki fingið útflýggjað øll líkini, 80 manglaðu. Nú eru nøkur av teimum funnin og tað verður hildið fram við at leita í einum øki uppá 50 ferkilometur. 28 fólk úr Australia vóru við flogfarinum og 156 úr Niðurlondum. Tað hevur verið trupult at gjørt kanningararbeiði, tí russisk sinnaði loysingarfólk hava forðað atgongd til staðið. ST aðalskrivarin, Ban Ki moon, hevur áður eggjað stríðandi pørtunum at binda frið, so kanningarnar kunnu byrja. Felagið hevur keypt og fingið tær kanningar, sum longu eru gjørdar, og sent tær teimum fyritøkum í Evropa og Kanada, sum gera slíkar kjarnuboringar, sum felagið skal brúka. Fasti Gerðarrætturin verður ikki kallaður saman aftur at viðgera trætuna millum Pedagogfelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið um lønina hjá námsfrøðingunum í forskúlunum. Tað sigur Gurið Joensen, sum sjálv onnur er forkvinna í Fasta Gerðarrætti. Hon sigur, at bæði hon og Halgir W. Poulsen, sum er hin formaðurin, eru samd um, at grundarlag er ikki fyri at taka málið uppaftur. Tað fingu advokatarnir hjá pørtunum at vita í gjárkvøldið. Pedagogfelagið vildi hava málið uppafturtikið, tí mannagongdin var, sambært felagnum, ikki røtt, tá Gerðarrætturin viðgjørdi og avgjørdi málið fyrst í juli. Sambært sáttmálanum um Fastan Gerðarrætt kunnu formenninir í serligum føri, í semju, eftir áheitan frá parti innan fyri fýra vikur frá úrskurði taka málið upp av nýggjum sum týðandi mál, har allir gerðarrættarlimirnir eru við. Skuldi málið um námsfrøðingarnar í forskúlunum takast upp aftur, skuldi tað vera fyri 3. august. Vanliga avgera tríggir gerðarrættardómarar málini, sum Fasti Gerðarrættur fær. Men semjast formenninir um at taka eitt mál uppaftur, skulu allir átta gerðarrættardómarar vera við. Fasti Gerðarrættur segði 3. juli, at blokadan hjá Pedagogfelag móti forskúlunum, og arbeiðssteðgurin, sum skuldu koma í gildi 17. august, tá skúlaárið byrjar, eru ólóglig. Pedagogfelagið avlýsti blokaduna og arbeiðssteðgin, men bað eisini um at fáa málið viðgjørt av nýggjum í Fasta Gerðarrætti, men tað verður av ongum. Mamma hansara var jarðamóðir og pápin er økonomur. Tað lá sostatt ikki í kortunum, at Annfinnur Heinesen skuldi gerast stjóri á Føroya fólkaháskúla, men tað verður hann nú. Sjónleikarin Annfinnur Heinesen er settur sum nýggjur stjóri á háskúlanum, og verður hann tann sætti háskúlastjórin í røðini. Undanfarni stjórin, Rói Patursson, var stjóri á Føroya fólkaháskúla í 26 ár. Í kvøld eftir Dag amp viku verður nýggi stjórin á Føroya fólkaháskúla, Annfinnur Heinesen, gestur hjá Liljuni Weihe í vangamyndini. Men tað er ikki ein og hvør, sum sleppur gjøgnum nálareygað á University of Cambridge. Tað gjørdi Mortan Østerø tó fyri trimum árum síðani. Hoyr prátið, ið Summarmorgun hevði við Mortan Østerø um, hvussu ein kann gerast lesandi á University of Cambridge. Hoyr eisini, hvussu lestrartíðin á hesum søguliga og serstaka universitetinum er. Ballini gjørdust longri og longri, rokningarnar hópaðu seg upp, og sálarliga var Ísak á veg niður í eitt svart hol. Tað gjørdist tó trúgvin, sum bjargaði honum, og í dag, tvey ár seinni, er hann til reiðar at greiða frá sínum upplivingum í vónini um at hjálpa øðrum í somu støðu. Ludvík er júst liðugur á listaháskúla í Danmark og sýnir fram eitt fjølbroytt bland av verkum í Smiðjuni í Lítluvík. Framsýningin er opin til mikudagin. Bára Silvansdóttir er ein nýggj songkvinna, sum í Summarmorgun almannakunngjørdi sítt fyrsta staklag. Bára er ein sera spennandi songkvinna, sum kemur at gera seg enn meira galdandi innan føroyska tónleikapallin, sigur Búgvi Hanusarson, sum hevur framleitt sangin hjá Báru. Bára hevur áður framført til ymisk saman við beiggja sínum Búgva Johannesen. Hetta er tó fyrstu ferð, at hon stígur fram einsamøll. Vit hoyra útvarpsleikin Frændaleysur . Hector Malot hevur skrivað um Remi. Ein norðmaður hevur gjørt søguna til leik. Niels Nattestad týddi til føroyskt. Birita Mohr legði til røttis fyri Barnaútvarpið í 1988. Ria Tórgarð sigur frá Vit hoyra framhaldssøguna Leikur í talvi. Ragnheiður Gestsdóttir skrivaði og Lavirna Niclasen týddi til føroyskt. Birita Ludvíksdóttir lesur. Bókin viðgerð evnið happing og vinarlag. Høvuðspersónurin, Sóley, er ein gløgg og sjálvstøðug genta, sum býr í Reykjavík saman við mammu sínari. Hon dugir væl í skúlanum, men trívist ikki, tí at floksfelagarnir av óskiljandi orsøkum happa hana hetta sigur hon ikki fyri nøkrum. Tíbetur fær lívið aðra vend, tá ið ein nýggj genta, sum ikki er sum hini, fer at ganga í flokkinum. Leikur í talvi er ein innilig, spennandi og væl skrivað søga, sum hóskar til lesarar á øllum aldri. Bókin vann Íslendsku barnabókavirðislønina í 2000. Dómsnevndin segði millum annað Leikur í talvi er ein týðandi og fangandi søga, sum er skrivað við stórum innliti og kenslusemi. Enn er ikki avgjørt, hvør fíggingarleistur verður brúktur, men tað er ongantíð ov skjótt at fara leita eftir pengum til stóru verkætlanina, sum er mett at kosta slakar tvær milliardir krónur. Mikudagin fer tingið at viðgera fiskidagarnar næsta fiskiár. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur skotið upp at hava óbroytt fiskidagatal í fiskiárinum, sum byrjar 1. september Ongum skal nýtast at liva í fátækraváða í Føroyum, og tí eru politisk átøk neyðug, sum tryggja borgarum í fátækraváða rímilig kor. Nógvir føroyingar liva í fátækaraváða, men landsstýrið hevur onga greiða loysn, hvussu hesin trupulleikin kann basast, heldur hann. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, segði í røðu sínari á ólavsøku, at í løtuni verður kannað, hvussu fólk, sum liva undir fátakaramarkinum, kunnu hjálpast burtur úr støðuni. Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, sum fyri einum ári síðani annars segði, at stjórnarskipanin kemur í hesum valskeiðnum. Nú sigur hann, at tað er ikki realistiskt, at henda samgongan avgreiðir málið. Landssjúkrahúsið fekk tyrlu at fara eftir skadda manninum, og klokkan tvey setti tyrlan seg við Landssjúkrahúsið, har sum skaddi norðmaðurin fekk viðgerð. Asbjørn Senior flutti fiskin frá trolarunum til lands. Og Vørn kannaði lastina, tá Asbjørn Senior landaði í Kollafirði og á Tvøroyri. Skip, sum ikki hava loyvi at fiska sild, kunnu í mesta lagi hava tíggju prosent av norðhavssild sum hjáveiðu, tá tey fiska makrel. Ein veljarakanning hjá The Scotsman vísir, at 57 prosent av teimum spurdu eru ímóti loysing. 43 prosent eru fyri. Kanningin er grundað á seks veljarakanningar, og tey, sum siga seg ikki vita, hvat tey velja, eru greinað inn í úrslitið, sigur John Curtice, r professari á Strattclyde University. Verða tey 21 prosentini, sum siga seg ikki vita, hvat tey fara at atkvøða, tald við, er munurin níggju prosent, 45 prosent til sambandsvongin, og 34 prosent til loysingarvongin. Spurningurin er bara, um sigurin verður tepur ella ikki, men loysingarflokkurin fer eftir øllum at døma ikki at vinna valið, sigur John Curtice. Kanningin verður kunngjørd vikuna fyri, at fyrstiráðharrin í Skotland og formaðurin fyri loysingarflokkin, Alex Salmond, og Alistar Darling, sum stendur á odda fyri sambandsfylkingini, hittast í sjónvarpsorðaskifti. Loysingarflokkurin hevur annars havt støðuga framgongd seinastu mánaðirnar, men tað hevur ikki eydnast flokkinum at sannføra meirilutan av skotum um, at loysingin er tað rætta. Tað eru tey trý, Jóan Magnus Rasmussen úr Flokkaflokkinum, Helgi Abrahamsen úr Sambandsflokkinum og Kristina Háfoss úr Tjóðveldi, sum manna nevndina. Tað er framvegis ógreitt, hvussu nevndin sleppur fram at Eik grunninum. Tað kann enda við, at nevndin fer at kanna eftirlitið hjá Skráseting Føroya við Eik grunninum sum dømi, hevur formaðurin sagt við Útvarpið. Danski verjumálaráðharrin greiddi frá, at Arktis fær størri og størri leiklut fyri Danmark og ríkisfelagsskapin. Í løtuni verður umfatandi greiningararbeiði gjørt, sum skal lýsa leiklutin hjá donsku verjuni í Arktis næstu árini. Niðurstøðurnar í greiningararbeiðinum kunnu eisini fáa týdning fyri Føroyar, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður. Á fundinum nýtti løgmaður eisini høvi til at takka danska verjumálaráðharranum fyri ognirnar hjá donsku verjuni í Føroyum, ið vórðu latnar landsstýrinum um ársskiftið. 37.008 ferðafólk komu og fóru um Vága floghavn í juli. Tað eru 2510 ferðafólk fleiri enn í juli í fjør, vøksturin er 7,3 . Tað stendur á heimasíðuni hjá Vága Floghavn. Vøkstur er á øllum leiðum uttan á Íslandsleiðini. Har hevur afturgongdin verið umleið 14 . Men verður hugt eftir árinum higartil, so er ferðafólkatalið til og úr Íslandi á leið tað sama sum í fjør. Danmark er enn nógv tann størsta ferðafólkaleiðin. Størsti vøksturin er tó á Noregsleiðini. Oljuflúgvingin eigur sín part av vøkstrinum, men tað er nógv, sum bendir á, at fleiri norsk ferðafólk koma til Føroyar nú, sigur Vága floghavn. Samlaði vøksturin í ferðafólkatalinum í ár er 7,8 . Higartil í ár eru 149.170 ferðafólk komin og farin flogvøllinum, samanborið við til 138.435 somu tíð í fjør. Í morgin fer leiðslan hjá løgregluni í Føroyum at taka støðu til fráboðanina hjá Karli Johansen, sýslumanni, sum meldaði Sea Shepherd í síðstu viku fyri brot á grindakunngerðina. Peter Thaysen, sjefpolitiinspektørur, sigur, at politiið í Klaksvík, ella í Norðurøkinum, hevur gjørt fyrstu kanningarnar fyri at útvega próvtilfar, so sum myndir. Politiið í Klaksvík hevur tó ikki skuldsett nakran ella avhoyrt nakran í málinum. Tilfarið, sum politiið í Klaksvík hevur útvegað, er komið til Havnar. Verður niðurstøðan, at málið skal kannast meira og onkur skal skuldsetast, verður tað sent Ríkisadvokatinum í Danmark, sum síðani letur einum statsadvokati málið. Vanliga plagar statsadvokaturin í Keypmannahavn at hava mál, sum koma úr Føroyum. Og tá verða so fólk í Ferðaliðinum send til Føroya at kanna málið. Peter Thaysen sigur, at umframt at vera sýslumaður, sum er føroyskt embæti, er Karl Johansen í donskum starvi sum løgreglumaður. Og tí er tað ikki hóskandi, at politiið í Føroyum avgreiðir eitt mál, sum Karl Johansen hevur meldað. Tað var seinasta mikudag, at ein grind kom inn í Haraldssund. Haraldssund er ikki hvalvág, og tað viðraði ikki at reka grindina aðra staðni at halda henni til. Men so kom ein bátur hjá Sea Shepherd og rak grindina út aftur, og hon sást ikki aftur. Karl Johansen meldaði Sea Shepherd. Sambært kunngerðini um grind kunnu brot á kunngerðina revsast við bót. Er brotið framt við vilja, kann revsingin verða fongsul upp í fýra mánaðir. Undir orðaskifitinum hava umboð fyri samgonguflokkarnar víst á, at framgongd er í samfelagnum, útflutningurin setur met, og inntøkurnar hava ongantíð verið so stórar sum nú. Andstøðuflokkarnir vísa millum annað á, at ongar nýskipanir eru framdar, heldur ingin fiskivinnunýskipan, hóast fiskiloyvini ganga út í 2018. Og tá hákonjukturur aftur er í samfelagnum, átti hallið á fíggjarlógini verið burtur Valborg Heinesen setti sunnudagin nýtt føroyskt met á 5.000 metra teininum við tíðini 17 30 22. Harvið skavaði Valborg Heinesen sjey sekund av tvey ára gamla metinum hjá Bjørk Herup Olsen. Rennarin, Valborg Heinesen, vann í gjár eisini silvur í Danmarksmeistara kappingini á 5.000 metrum. Hetta skrivar heimasíðan hjá Frælsu ítróttini í Føroyum, fif.fo . Hoyr samrøðuna, sum Summarmorgun hevði við listamannin Trónd Patursson, ið eisini snúði seg um teir 99 glasfuglarnar, sum skulu sýnast fram í Íslandi í næstum. Ein kanning, sum Nátturugripasavnið gjørdi í seinnu helvt av juli av 125 lundaholum í Mykinesi, vísir, at 91 holur vóru brúktar, hóast hvørkiegg ella ungar ikki vóru at síggja í øllum holunum. Og tað er eitt betri kanningarúrslit enn undanfarin ár, tí seinastu trý árini hava ongar lundapisur verið at sæð. Súsanna Danielsen hevur sagt upp sum stjóri á løgtingsskrivstovuni, og hon fer úr starvinum 1. november. Áðrenn hon kom á løgtingsskrivstovuna í 1996, var Súsanna Danielsen leiðari á lønardeildini í níggju ár. Tað, sum er farið av árinum, hava umleið 150.000 fólk ferðast um flogvøllin, og alt bendir á, at ferðafólkatalið aftur í ár fer at seta met. Og tað merkir, at meiri kemur í kassan hjá Vága floghavn. Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága floghavn, sigur, at fær floghavnin avlop, skulu ferðafólkini fáa ágóðan. Men í ár eru nógvar útreiðslur, tí floghavnin er júst útbygd. Seinastu vikuna hevur vitjanin hjá Pamelu Anderson fingið stóra umrøðu í fjølmiðlunum, og í hesum sambandi var Høgni Reistrup í Karusellini at greina, hvussu miðlarnir í Føroyum hava viðgjørt hesa stjørnuvitjanina. Fleiri tingfólk í Sambandsflokkinum hella til at fylgja ráðgevingini hjá Havstovuni, meðan aðrir standa saman við landsstýrismanninum, sum vil hava óbroytt fiskidagatal. Eydna Skaale er retorikari. Sambært henni er Sea Shepherd ein ógvuliga vælsmurd maskina, sum hevur eina neyva og planlagda strategi, tá tey fara út við sínum boðskapi. Í sambandi við vitjanina hjá Pamela Anderson í Føroyum, søgdu bæði hon og Sea Shepherd, at hon var komin til landið at tosa við føroyingar um grind og grindadráp. Hesum loyvir Eydna Skaale sær at ivast í. Sí innslag í Degi og Viku og samrøðu við Hans J. Hermansen, nevndarlim í Grindamannafelagnum, sum var gestur hjá Finni Koba í sjónvarpsstovuni. So avgjørdur er Oliver Joensen, ein av stigtakarunum til standmyndina av kópakonuni í Mikladali. Hann sigur, at tað almenna átti at brúkt minni orku at skapa vøkstur í ferðafólkatalinum, og átti heldur at hugsað meira um dygdina á upplivingini hjá ferðafólki. Játtanin til Ferðaráð Føroya er í løtuni 13,9 milliónir krónur um árið. Av teimum fara knappar 5 milliónir krónur til lønir og aðrar fastar kostnaðir. Eftir eru 9 milliónir krónur, sum sambært fíggjarlógini skulu brúkast til marknaðarføring av Føroyum sum ferðamannaland. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, og Jákup Mikkelsen, formaður í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum, rógva nú framundir, at kommunurnar mugu vera við til at fíggja ein skattalætta til tey lág og miðalløntu, eitt nú við at hækka botnfrádráttin. Team Rynkeby Føroyar skal nú manna nýtt súkklulið, ið skal savna inn pening til krabbameinsrakt børn og familjur teirra á sumri 2015. Í ár vóru 35 súkklarar og 10 hjálparfólk á liðnum. Áhugað kunnu søkja um at sleppa á føroyska liðið hjá Team Rynkeby fram til 20. august 2014, tá umsóknarfreistin er úti, á heimasíðuni hjá team rynkeby.fo Kostnaðurin, at verða við í súkkluhópinum, er umleið 25.000 krónur. Harumframt skulu súkklararnir eisini savna inn pening hjá fíggjarligum stuðlum. Síðan 2001 hava súkklarar á liðum hjá Team Rynkeby savnað inn pening til krabbameinsrakt børn og familjur teirra. Í 2013 savnaði Team Rynkeby 23 milliónir krónur inn til endamálið. Avhoyringarnar hjá Hans Gammeltoft Hansen, sum kannar málið um privata Eysturoyartunnilin fyri løgtingið, halda fram síðst í august og fyrst í september. Hósdagin 28.august verður Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, avhoyrdur og dagin eftir Kári P. Højgaard, sum var landsstýrismaður í innlendismálum. Síðst í juni avhoyrdu Hans Gammeltoft Hansen og hansara fólk Sjúrð Rasmussen, ráðgeva á Løgmansskrivstovuni, Nellu Festirstein, fyrrverandi deildarstjóra í Innlendismálaráðnum, Ewald Kjølbro, stjóra á Landsverki, Kaj Johannesen, fulltrúa í Innlendismálaráðnum, Rúna Joensen, fyrrverandi aðalstjóra í Innlendismálaráðnum, Aksel V. Johannesen, formann í Javnaðarflokkinum og Høgna Hoydal, formann í Tjóðveldi. 61 prosent søgdu seg vera fyri, at samkynd kundu ganga saman í hjúnalag, 32 prosent søgdu, at tey eru ímóti, og sjey prosent høvdu ikki tikið støðu til spurningin. Løgmansskrivstovan er farin at samráðast við ES um tey fýra frælsini, tað er fríur flutningur av vørum, tænastum, kapitali og arbeiðsmegi. Ósemjan um sildina og makrelin órógvaði tilgongdina við nýggja evropapolitikkinum, men nú er aftur samband millum Løgmansskrivstovuna og ES. Løgtingið fer i morgin at viðgera uppskotið hjá Jacob Vestergaard, landsstýrismanni, um fiskidagarnar næsta fiskiár, sum byrjar 1.september. Sambært uppskotinum hjá landsstýrismanninum skal fiskidagatalið vera tað sama sum í verandi fiskiári, hóast fiskifrøðingar mæla til stórar skerjingar fyri at verja botnfiskastovnarnar. Flogfør hava flogið alt samdøgrið til tess at avgreiða ferðafólkini, men í morgin verður flogferðslan reglulig aftur, vænta tey á Atlantic Airways. Tá hon helt røðu í tinginum fyrrapartin um løgmansrøðuna, segði Annika Olsen, at kós vantar í tjóðskaparmálinum, og øll hava ábyrgdina av tí. Hon segði seg vóna, at mørk verða flutt næsta tingárið, og at politisku flokkarnir taka lógvatak saman at finna eina breiða semju í tjóðskaparmálinum. Harda Hansenrekur dagliga facebook síðuna, Harda s makeup tips , har hon ráðgevur yvir 2000 føroyskum kvinnum um, hvussu sminkan skal leggjast. Tað er seyðurin nú sambært skattalógini. Men í veruleikanum verða fjalllomb og røktingarlomb ikki skattað. Og tann siðvenjan skal nú staðfestast í skattalógini. Men tá talan er um nógvar smáar upphæddir, hevði ein týðandi partur av inntøkuni farið til umsiting og eftirlit. Samstundis hevði hendan serliga seyðahaldsmentanin í Føroyum verið órógvað, heldur Fíggjarmálaráðið. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, biður løgtingið broyta skattalógina, so eingin ivi verður um, at fjalllomb og røktingarlomb ikki skulu skattast. Lombini, ella, sum tað stendur í lógaruppskotinum seyður, sum verður givin sum samsýning fyri fjallgongu og røkt, gerast nummar 30 í listanum í skattalógini við inntøkum, sum ikki eru skattskyldugar. Bóndafelag Føroya og Føroya Óðalsfelag eru hoyrd um lógarbroytingina. Feløgini eru fegin um broytingina, tí skattaspurningurin órógvar nógvar limir í feløgunum. Sigert Patursson, formaður í Bóndafelagnum, sigur, at vanligt er, at eitt nú grannar ganga á fjall fyri hvønn annan, tað er lata ein arbeiðsdag fyri ein arbeiðsdag, og tá verða hvørki lamb ella ær givin í samsýning. Sambært grein 20 í kappingarreglunum fyri fótbólt, verður útlendskur leikari, sum hevur havt loyvi at leika í Føroyum í trý fylgjandi kappingarár, og søkir um loyvi fjórða árið, ikki at rokna sum útlendskur leikari í fjórða kappingarárinum. Skal útlendingur hava varandi arbeiðs og uppihaldsloyvi í Føroyum, skal viðkomandi hava verið í Føroyum og havt bústað her seinastu sjey árini. Ikki fyrr enn tá kann søkjast um varandi arbeiðsloyvi. Hetta er ikki galandi fyri útlendskar fótbóltsleikarar, sum koma til landið, og tí loyvir Aganevndin sær at ivast í reglunum. B68 kærdi tann 2. juli AB til Aganevndina, tí felagið metti ikki, at arbeiðs og uppihaldsloyvi hjá serbiska verjuleikaranum hjá AB, Dimitrij Jankovic, var í lagi. Aganevndin staðfesti, at loyvið hjá Dimitrij Jankovic var í lagi, og vísti kæruni frá B68 frá sær. Skal lógarverkið á hesum øki broytast, verða tað fótbóltsmyndugleikarnir, sum skulu gera neyðugu broytingarnar, sigur Aganevndin. Tað merkir, at tað er aðalfundurin hjá Fótbóltssambandinum, sum eigur avgerðina, skulu broytingar gerast í lógarverkinum fyri fótbólt. Tað vakti ans, tá Annika Olsen, landsstýriskvinna og varaløgmaður, fór at tosa um tjóðskaparmálið, tá hon umrøddi løgmansrøðuna í løgtinginum fyrrapartin. Annika Olsen segði, at tjóðskaparmálið er steindeytt, men hon heldur, at tað ber til at fáa málið aftur á breddan, um allir flokkar flyta seg. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaðuir, sigur, at Annika Olsen skal sleppa at siga sína persónligu hugsan um tjóðskaparmál. Hann sigur, at talan er um retorikk. Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum klokkan 18, har viðmerkingar eisini verða frá Sirið Stenberg úr Tjóðveldi, Jenisi av Rana úr Miðflokkinum og Jørgeni Niclasen, formanni í Fólkaflokkinum. Magni Laksáfoss er ein teirra. Búskaparfrøðingurin og fyrrverandi tingmaðurin og landsstýrismaðurin fyri Sambandsflokkin verður í sjónvarpsstovuni í kvøld. Men hvat er at beatboksa og hvussu kom hetta í lag Karusellin fekk orðið á Kristoffur, sum er staddur í Týsklandi á Teenstreet legu. Klippið av beatboksingini hjá Kristoffuri er vitjað yvir 2.000 ferðir á YouTube og kann síggjast her Sigurd Lamhauge, fyriskipari, sigur, at kappingin er fyri øll. Bæði tey, ið fara eftir góðum úrslitum, og familjur, sum vilja gera nakað saman. Í síðstu viku varð Sea Shepherd meldað fyri brot á lógina, tí vit róku eina grind aftur til havs Løgreglan hevur í vikuni boðað okkum alment frá, at ongar lógir vórðu brotnar, og eingin ákæra verður reist, og sýslumaðurin hevði onga løgfrøðiliga heimild at melda. Listaverkið er ein svartur kassi, við einum lási á, ið alt samdøgrið hevur tikið myndir av húsunum hjá forkvinnuni í rættarnevndini, Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir. Nú er listaverkið ið hevur verið sýnt fram á árligu várframsýningini so selt. Løgtingsfólk eru ójøvn á máli, hvørt talan er um eitt listaverk ella ikki. Í dag fer løgtingið at viðgera uppskotið hjá Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni, um fiskidagarnar næsta fiskiár, sum byrjar 1.september. Fiskifrøðingar mæla annars til stórar skerjingar fyri at verja botnfiskastovnarnar, sum sambært fiskifrøðingunum eru sera illa fyri. Toskur og hýsa eru í undantaksstøðu, sigur Havstovan í sínum tilmæli til landsstýrismannin. Ikki øll í samgonguni taka undir við uppskotinum hjá Jacob Vestergaard. Eivin Jacobsen í Sambandsflokkinum segði við Dag og Viku mánakvøldið, at hann tekur ikki undir við óbroyttum fiskidagatali. Samgongan er ikki komin á mál enn við nýggjari fiskivinnuskipan, sum skal taka við 1.januar í 2018, tá galdandi veiðiloyvi hjá fiskiflotanum fara úr gildi. Eftir fyrstu viðgerð í løgtinginum, sum byrjar klokkan hálvgum tíggju í dag, fer uppskotið um fiskidagarnar í Vinnunevndina. Ætlanin er, at Vinnunevndin skal vera liðug um eina viku, so onnur viðgerð fær verið mikudagin í næstu viku og tríðja viðgerð fríggjadagin. Nú góðar tríggjar vikur eru eftir av fiskiárinum 2013 2014, eru meira enn 40 prosent eftir av fiskidøgunum sambært hagtølunum hjá Vørn. Næstan 5.000 dagar eru eftir hjá trolarum, línuskipum, stórum útróðrarbátum og trolbátum. Airbusflogfarið var á veg til Føroya úr Keypmannahavn fríggjakvøldið, tá tað rakti nakrar fuglar. Flogfarið vendi við, og setti seg aftur í Keypmannahavn, og har stendur tað enn. Skadda flogfarið hevur gjørt, at seinkingar hava verið í flogferðsluni hjá Atlantic Airways síðani óhappið hendi, og seinkingar eru eisini í dag. Tað undrar tingfólk bæði í samgongu og andstøðu, at Annika Olsen, landsstýriskvinna og varaløgmaður, nú vil hava tjóðskaparmálið á breddan. Hann ásannar, at tjóðskaparmálið hevur ikki fingið ta raðfesting í samgonguni, sum Fólkaflokkurin kundi hugsað sær. Men afturfyri hevur flokkurin fingið á øðrum økjum. Forsorgarlógin fevnir milllum annað um almennar veitingar, ásetingar um fólk við serligum tørvi, um eldri og um arbeiðsfremjandi tiltøk. Í 1995 avtalaðu føroysku og donsku myndugleikarnar í sambandi við rammulógirnar fyri almanna og heilsuøkið, at ein føroysk forsorgarlóg skuldi leggjast fram í tingsetuni 1997. Men hóast nærum øll landsstýrisfólk síðani hava havt málið á borðinum, er hon ikki liðug Annika Olsen, landsstýriskvinna, sigur, at nýggja forsorgarlógin verður býtt sundur í ein veitingarpart og ein tænastupart. Arbeiðið við veitingarpartinum er um at vera liðugt. Eitt ferðafólk í avstralska býnum Perth í Avstraliu kann takka øllum teimum ferðandi, ið eisini vóru til staðar á jarnbreytini, tá maðurin datt niður ímillum tokið og jarnbreytarpallin. Maðurin sat fastur millum tokið og jarnbreytarpallin. Hóast eitt tok vanliga vigar umleið níggju tons, fekk tað ikki ferðafólkini at standa hendur í lumma á jarnbreytini. Ferðafólkini, ið vóru til staðar á jarnbreytarstøðini, gjørdu ikki mætari enn at lyfta tokinum so frægt á, at maðurin, ið var dottin niður ímillum, slapp leysur aftur. Ein nýggjur bygnaður í heilsu og umsorganartænastuni í Tórshavnar kommunu er gjørdur, nú kommunan skal yvirtaka eldraøkið, og tað merkir, at allir stovnar á eldraøkinum skulu savnast í trimum eindum í einum Heilsuhúsi og í tveimum integreraðum eindum. Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at hóast tríggir yvirskipaðir leiðarar nú skulu setast á eldraøkinum, so missa verandi leiðarar á ymsu stovnunum ikki starvið. Talan verður helst um, at deildarleiðarar verða á stovnunum, sigur borgarstjórin. Millum annað vildu lurtararnir vita, hvørjir litir hóska til grátt hár, hvussu ein kann fáa beinini at tykjast longri og hvussu ein kvinna, ið er við barn, skal lata seg í. Bill Justinussen segði, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum eigur at hava alla ábyrgdina, tí løgtingið kemur ikki til røttu niðurstøðurnar. Hann segði, at útflutningsvirðið av botnfiski er minkað niður í einki, men eingin løgtingsmaður kann ábyrgjast fyrii tað, sum hevur hent. Hóast hann hevur raðdrápsmenn og pedofilar undir hond, skal hann altíð sýna íkenslu fyri teimum. Hoyr samrøðuna millum Sebastian Eriksen og Maritu á Rógvi. Brúkaraupplýsingar um 1,2 milliardir teldubrúkarar eru endaðar í føvninginum hjá russiskum teldusníkum, ið hava stolið upplýsingar á 420.000 ymiskum heimasíðum. Amerikanska KT trygdarfyritøkan, Hold Security , sigur, at talan er um størsta álopið, ið nakrantíð er framt á internetinum, sambært BBC News Technology . Teldusníkarnir forvinna nógvan pening við álopunum, og tað er ein vinna, ið er í stórum vøkstri, sigur stjórin í donsku trygdarfyritøkuni, CSIS, Peter Kruse, við eb.dk Teldusníkarnir eru farnir eftir upplýsingum á øllum hugsandi heimasíðum, teir hava kunnað, sigur stjórin í Hold Security, Alex Holden, við The New York Times . Hóast tað vanliga er góð forrætning hjá teldusníkum at selja upplýsingar um teldubrúkarar víðari, er hetta hesa ferð ikki eydnast í stóran mun higartil, skrivar tíðindastovan, Ritzau. Stolnu upplýsingarnar um teldubrúkararnar eru brúkaranøvn og loyniorð til sosialu miðlarnar, Facebook og Twitter, og til teldupostskipaninar, Hotmail og Gmail. Trolararnir, tvey pør, mistu fiskiloyvið, tí teir høvdu alt ov nógva norðhavssild sum hjáveiðu, tá teir fiskaðu makrel. Annað parið misti fiskiloyvið í eina viku og hitt í tíggju dagar, upplýsir Vørn. Asbjørn Senior flutti fiskin frá trolarunum til lands. Og Vørn kannaði lastina, tá Asbjørn Senior landaði í Kollafirði og á Tvøroyri. Skip, sum ikki hava loyvi at fiska sild, kunnu í mesta lagi hava tíggju prosent av norðhavssild sum hjáveiðu, tá tey fiska makrel. Helgi Arahamsen úr Sambandsflokkinum og Høgni Hoydal úr Tjóðveldi eru fastir limir. Bárður Nielsen er varalimur hjá Helga Abrahamsen, og Bjørt Samuelsen er varalimur hjá Høgna Hoydal. Ein løgfrøðilig meting skal gerast fyrst, áðrenn nakað sum helst kann sigast, um fráboðanin hjá sýslumanninum í Norðoyggjum fær nakra avleiðing fyri Sea Shepherd fólkini, sum vóru í Haraldssundi í síðstu viku. Peter Thaysen, sjefpolitiinspektørur, sigur tað vera burturvið, tá Paul Watson sigur, at Sea Shepherd hevur fingið at vita frá løgregluni, at meira verður ikki gjørt við málið Løgtingið viðgjørdi í dag uppskotið frá Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni, sum mælir til at hava somu fiskidagar næsta ár sum í ár. Tingfólk eru ójøvn á máli um fiskidagaskipanina. Onkur nevndi, at orðaskiftið um fiskidagarnar er at sammeta við 90 ára føðingardagin, sum verður sendur í sjónvarpinum hvønn nýggjársaftan, tí søgan endurtekur seg á hvørjum ári. Fiskifrøðin á Havstovuni mælir til skerjingar, men Fiskidaganevndin, sum umboðar vinnuna, mælir til óbroyttar dagar. Og so kemur landsstýrismaðurin í tingið við einum uppskoti. Alfred Olsen úr Sambandsflokkinum, sum er formaður í Vinnunevndini, tekur undir við uppskotinum frá Jacob Vestergaard um óbroyttar fiskidagar. Bill Justinussen úr Miðflokkinum segði, at fiskidagaskipanin er kollsigld, og hann mælti til, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum einsamallur fær ábyrgdina av at áseta fiskidagar. Bárður Nielsen úr Sambandsflokkinum segði, at serfrøðin eigur at áseta dagarnar. Vinnunevndin fer væntandi at skriva álit í hesi vikuni, tí málið um fiskidagarnar skal avgreiðast fyri 18. august. Nýggja fiskiárið byrjar 1. september. Turið Finnbogadóttir Arge tók 1. august við starvi sum nýggjur vinnustjóri í BankNordik. Hon tekur við eftir Bjarne Jørgensen, ið nú er kredittráðgevi á kredittdeildini. Hon er útbúgvin cand.merc.aud., og hevur starvast í bankanum síðan 2007, har hon hevur verið ráðgevi og síðan bólkaleiðari á íløgudeildini, stjóri á starvsfólkadeildini og stjóri á sølu og marknaðardeildini. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, hevur ikki altíð álit á tí arbeiði, sum Havstovan ger og teimum tilráðingum, sum Havstovan letur landsstýrismanninum. Tað var Páll á Reynatúgvu, framsøgumaður fyri Tjóðveldi, sum undir orðaskiftinum spurdi, hvørja støðu landsstýrismaðurin hevur til serkunnleikan á Havstovuni. Havstovan hevur í sínum tilmæli til landsstýrismannin mælt til at skerja fiskidagarnar munandi næsta fiskiár, tí botnfiskastovnurin undir Føroyum er so illa fyri, sambært Havstovuni. Jay Jay French leggur dent á, at grundin til at bólkurin framvegis er virkin og í toppformi er, at limirnir hava disiplin. Heldur enn at ballast plagar Jay Jay French at fara á hotellið eftir konsertina. Í frítíðini dámar honum at vitja listasøvn og kirkjur, tí honum dámar friðin, ið har er at finna. Karusellin prátaði við Evu Brekkstein, leiðara á ungdómsdeildini hjá Eik, og Annu Mariu Wraae og Kjartan N. Jespersen, sum fara ávikavist til Kina og Onglands at lesa. 15.000 tons av makreli eru fiskað higartil í ár. Tann 6.august í fjør var makrelveiðan komin upp í 55.000 tons sambært tølum hjá Vørn. Og í ár sleppa skipini eisini at fiska aðra staðni enn í føroyskum sjógvi. Tí hevur tað ikki skund at fiska, meðan fiskurin er í føroyskum sjógv. Mikudagin vitjar Føroyanevndin Atlantic Supply Base í Runavík, Havsbrún, Pelagos og Bergfrost í Fuglafirði og eisini verður kunnað um oljuvinnuna í Føroyum. 29 tingfólk eru í Føroyanevndini hjá fólkatinginum. Men øll koma ikki til Føroya. Í ferðalagnum vera 11 tingfólk umframt Sjúrð Skaale, sum er formaður í nevndini, og Edmund Joensen, sum er næstformaður. Harafturat koma trý starvsfólk hjá fólkatinginum. Olaf Berg, Høgni Egilstoft Nielsen og John Arni Nilssen vunnu síni talv, men John Rødg rd tapti sítt talv á talvolympiaduni, ið er í Tromsø í hesum døgum. Sigurin ber í sær, at Føroyar hava otað seg fram sum nummar 53 í røðini av teimum 177 londunum í almennu kappingini. Í løtuni hava vit trý norðurlond aftanfyri okkum Svøríki, Danmark og Finnland. Tað verður eitt annað norðurland Ísland sum vit møta í næsta umfari, sum verður í morgin, fríggjadagin. Í dag er frídagur hjá telvarunum í Tromsø. Kappingin endar 14. august, tá ellinta og seinasta umfar verður telvað. Inntøkurnar av rakstrinum hjá BankNordik samtakinum vóru 395 milliónir krónur í fyrra hálvári 2014. Tær vóru 436 milliónir krónur sama tíðarskeiðið í fjør. Høvuðsorsøkin til lækkingina í ár er framhaldandi stórt kappingartrýst á útlánsrenturnar og harvið á rentumarginalin, ikki minst í Føroyum, sigur bankin. Inntøkurnar frá tænastugjøldum fóru beint upp um 100 milliónir krónur í fyrra hálvárinum 2014, tær vóru 92 milliónir í fyrra hálvári í fjør. Leiðslan í BankNordik heldur fast um sínar væntanir við ársbyrjan um eitt úrslit fyri 2014 upp á 200 240 milliónir krónur fyri niðurskrivingar, útreiðslur, sum bara eru ta einu ferðina, virðisjavna og skatt. Hann væntar, at tá lógin sum frá líður verður broytt, verða tað landsstýrismaðurin og ráðgevingin, sum í felag fara at áseta fiskidagarnar. Fimm fyrrverandi flogskiparar á hernaðarflogførum úr Italia og Fraklandi stríðast í hesum døgum við at fáa tamarhald á skógareldinum í Svøríki, ið tamarhald ikki er á. Útlitini, at fáa tamarhald á skógareldinum, ið er tann ringasti í Svøríki í nýggjari tíð, eru tó ikki góð, siga flogskipararnir sambært norska kringvarpinum, NRK. Fólk eru fingin burtur frá teimum smærru bygdunum, og nú eru fólk ikki í lívsvanda, sigur ein av flogskiparunum, ið flýgur eitt av flogførunum, ið sleppur vatn í økinum. Eitt fólk hevur higartil latið lív í ógvusliga skógareldinum í Svøríki, ið er tann ógvusligasti skógareldurin í nýggjari tíð, sambært svenskum fjølmiðlum. Myndugleikarnir hava flutt 1.000 fólk burtur frá húsunum hjá sær, meðan 4.500 onnur fólk hava fingið boð um, at tey skulu gera seg til reiðar at rýma frá húsum. Higartil hevur skógareldurin brent 190 ferkilometrar av skóg, og fleiri bygningar eru eisini brendir í grund, síðan skógareldurin kyknaði í útnyrðing úr Stockholm. Nú klokkan níggju fer fólkatingsmanningin hjá Konservativa flokkinum at velja Søren Pape Poulsen til politiskan leiðara fyri Lars Barfoed, sum leggur frá sær, og síðani verður tíðindafundur. Lars Barfoed heldur kortini fram sum floksformaður til landsfundin 27. og 28. september, og tá verður Søren Pape Poulsen valdur til formann. Tað hevur ikki eydnast Lars Barfoed at venda gongdini í Konservativa flokkinum, og sambært veljarakanningunum hevði flokkurin bert fingið fimm prosent av atkvøðunum, var var nú. Í gjárkvøldið boðaði Lars Barfoed frá, at hann leggur frá sær. Nýggi formaðurin er borgarstjóri í Viborg, og hann situr ikki fólkatinginum. Tað er fyrstu ferð í søguni hjá Konservativa flokkinum, at farið verður út um Christiansborg at manna formanssessin í flokkinum. Lars Barfoed sigur, at hann hevur leitað eftir einum nýggjum formansevni í fleiri mánaðir, og hann heldur, at Søren Pape Poulsen er rætti maðurin, tí borgarstjórin í Viborg dugir væl at samskifta og at fáa veljarar. Søren Pape Poulsen tvífaldaði sítt atkvøðutal á seinasta kommunuvali. Deildin B6 á medisinska deplinum á Landssjúkrahúsinum er í løtuni avbyrgd í eini roynd at basa búkilsku, sum kann vera vandamikil fyri eldri og veik. Tey trý løgtingsfólkini í Landsstýrismálanevndini fáa úr at gera, nú tey av álvara fara í holt við kæruna um Johan Dahl, landsstýrismann. Tilfarið í málinum er rúgvismikið. Nevndin bað um og hevur fingið skjøl frá Vinnumálaráðnum og Johan Dahl, Strandfaraskipum landsins og Landsgrannskoðanini. Allir fýra andstøðuflokkarnir kærdu fyrst í mai Johan Dahl, landsstýrismann, tí løgtingsgrannskoðararnir átalaðu hvassliga landsstýrismannin fyri mátan, hann handfór fíggjarligu viðurskiftini hjá Strandfaraskipum landsins í fjør. Landsstýrismálanevndin hevði fund í gjár fyri at leggja arbeiðið til rættis. Nógv skjøl eru í málinum, so tað verður ein løta at avgreiða kæruna. TB flytur upp í bestu fótbóltsdeildina aftur. Tað gjørdist greitt, tá 07 Vestur tapti dystin móti HB í Vágum mikukvøldið. Tískil fær 07 Vestur ikki TB aftur á stigatalvuni í ár. Tað hevur alla tíðina verið ætlanin hjá felagnum, at TB aftur skuldi spæla í bestu deildini hjá monnum komandi kappingarár, sigur Páll Hagbert, venjari hjá felagnum, við tb.fo Uppflytingin hevur ligið í luftini, og vit hava havt trupult at ímynda okkum, at vit ikki skuldu flyta upp aftur í bestu deildina, sigur venjarin við heimasíðuna hjá TB. Í aðru viku byrjar Evropameistara kappingin í Svimjing, sum hesuferð verður hildin í Berlin. Vónirnar hjá honum er sera góðar til stóru kappingina. Í vetur tá Heimsmeistarastevna var hildin, megnaði Pál Joensen at svimja seg til eitt silvurheiðursmerki, men hann sigur seg vera betur fyri nú, hóast hann ikki vil siga, hvat pláss hann hevur sett sær sum mál at røkka. Pál Joensen skal luttaka í 800 og 1500 metra teininum, men sum nakað nýtt skal vábingurin eisini luttaka í 5000 metra havsvimjing. Eivin Jacobsen úr Sambandsflokkinum segði, at tað ber ikki til at vinnan og fiskifrøðin ár undan ári koma við ymiskum tilráðingum. Fiskidaganevndin hevur skotið upp, at fiskidagaskipanin verður endurskoðað. Uppskotið um fiskidagarnar er farið í Vinnunevndina, og Eivin Jacobsen mælti nevndini til at taka uppskotið frá Fiskidaganevndini til eftirtektar. Tað sigur Edva Jacobsen, løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin. Hon hevði eisini orðið, tá fiskidagarnir vóru til viðgerðar í tinginum í gjár. Edva Jacobsen vísti á, at nógvir fiskidagar eru eftir, tí skipini hava roynt aðrastaðni enn undir Føroyum, millum annað á Flemish Cap. Men verða ráðini frá Havstovuni fylgd, skulu óbrúktu dagarnir takast úr skipanini, og haraftrat skulu dagar, sum eru eftir, skerjast munandi. Tað merkir, at fiskidagarnir verða skerdir 60 70 prosent í einum og einir 400 fiskimenn gerast arbeiðsleysir, segði løgtingskvinnan hjá Sambandsflokkinum. Tað upplýsir rusisski forsætisráðharrin, Dmitrij Medvedev, sambært norska kringvarpinum. Innflutningsbannið kemur í gildi beinan vegin, og tað er galdandi í eitt ár. Russland er størsti og týdningarmesti marknaðurin fyri norskar fiskavørur. Tað er í høvuðsheitum sild og makrelur, sum Noreg útflytir til Russlands. Peter Ørebech, professari í lóg við lærda háskúlan í Tromsø, heldur ikki, at russar kunnu seta innflutningsbann í gildi, og hann mælir Noregi til formliga at mótmæla banninum. Er innflutningsbannið ólógligt, og Russland noktar at seta tað úr gildi, kann tað í ringasta føri enda við, at Russland verður koyrt úr Altjóða Handilsfelagsskapinum, sigur PeterØrebech. Russiski forsetin, Vladimir Putin, skrivaði í gjár undir eina fyriskipan, sum gevur møguleika at seta innflutningsbann í verk ímóti øllum londum, sum hava sett tiltøk í verk móti Russlandi eftir flogvanlukkuna, tá eitt ferðafólkaflogfar varð skotið niður yvir Ukraina. Russland er ein vaksandi marknaður fyri føroyskan útflutning, og føroyski sendimaðurin í Danmark hevur í morgun verið í sambandi við russiska sendiharran í Keypmannahavn fyri at fáa váttan um, hvørt Føroyar verða raktar av innflutningsbanninum ella ikki. Úr Tinganesi verður sagt, at tey ikki hava fingið svar enn. Lívið hjá poppkonginum, Michael Jackson, hevur ikki altíð verið so lætt. Hann var longu sum barn kendur um allan heimin, og kundi ikki liva eitt vanligt barnalív ganga í skúla, hava vinir og spæla sum onnur børn. Hann mátti arbeiða. Sum unglingi broyttist Michael Jackson, og frá at vera ein framligur, sjálvsikkur, lítil drongur, bleiv hann ein introvertur tannáringur, sum stríddist við tunglyndi og miðlaútspilling. Onki í lívinum er uttan avleiðingar, og tað var tað heldur ikki hjá Michael Jackson. Gott nokk var hann bæði ríkur, kendur og hevði stórt vald, men hetta kostaði honum eisini nógv, tí hann varð sum vaksin ótrúliga einsligur, stríddist við sjálvsvirðið og var ongantíð ordiliga lukkuligur. Michael Jackson tók avgerðir, sum fingu stórar avleiðingar. Millum annað fekk hann fleiri plastikk operatiónir, fekk stórar økonomiskar trupulleikar og bleiv ákærdur fyri pedofili Sunda kommuna samtykti í juni, at allir skúlar í Sunda kommunu skulu leggjast saman í ein felags skúla, sum skal byggjast upp í verandi felagsskúla á Oyrarbakka. Næmingarnir í 1. 7. flokki, sum nú ganga í skúla í teimum ymsu bygdunum í Sunda kommunu, skulu sostatt eftir summarfrítíðina í 2016 í skúla á Oyrabakka. Borgarstjórin í Sunda kommunu, Heðin Zachariasen, skilir væl óttan, men ongar ætlanir eru um at niðurleggja frítíðarskúlan og barnaansingina í bygdunum, sigur hann. Samstundis fær bankin meira fyri tænastugjøldini enn í fjør. Men munurin er verri enn so líka stórur sum inntøkumissurin av rentunum. Frá 1. januar til 1. juli fekk BankNordik 101 millión í tænastugjøldum, somu tíð í fjør var inntøkan 92 milliónir krónur. Hann sigur, at BankNordik fer ikki at keypa fleiri bankar ella bankadeildir í Danmark. Men ætlanin er, at BankNordik skal mennast í Danmark. BankNordik keypti Amagerbanken í 2011, og ikki fyrr enn nú er bankin sloppin burtur úr eyka útreiðslunum í tí sambandinum, skrivar Ritzau Finans. Tað kann vera vandamikið, um landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum treytaleyst umboðar vinnuna, og sær burtur frá tilmælum frá serfrøðini, heldur hann. Havstovan mælir til at skerja fiskidagarnar munandi næsta fiskiár, serliga fyri toska og hýsustovnin, sum skulu skerjast við 25 prosentum. Verða óbrúktir fiskidagar lagdir aftrat niðurskurðinum, sum serførðin mælir til, verður samlaða skerjingin av fiskidøgnunum næsta fiskiár á leið 70 prosent. Hevði tú eina kenslu av, at veðrið í Føroyum var gott í juli, hevur tú eisini púra rætt. Juli mánaður var tann heitasti í Føroyum í 81 ár, vísa nýggj hagtøl frá donsku veðurstovuni, DMI. Sólin skein eisini væl meira enn vanligt er í Føroyum í juli í summar, sigur John Cappelen, veðurfrøðingur, granskari og redaktørur á DMI, við kvf.fo Avfallið var umleið tað sama, sum tað vanliga er í juli, vísa hagtølini, ið ganga aftur til 1890. Meginparturin av regninum í juli kom niður tíggju teir fyrstu dagarnar í mánaðinum. Í juni mánaði var miðalhitin í Føroyum 10,3 stig. Bert í 1933 og 1960 var sætti mánaðurin í Føroyum heitari enn í ár. Miðalhitin í 1933 var 10,9 stig og í 1960 var miðalhitin 10,7 hitastig. Tilsamans vóru 92 sóltímar í Føroyum í juni í ár. Tað er nakað minni enn vanligt hevur verið, síðan veðurmátingar byrjaðu í 1890, sambært føroysku hagtølunum, DMI hevur skrásett. Hinvegin var munandi minni avfall í Føroyum í juni í summar, enn vanligt er. Í ár regnaði 43,0 mm, meðan tølini fyri tíðarskeiðið 1961 90 var 61,2 mm og fyri tíðarskeiðið 2001 2010 var 60,5 mm. Mattias vann tónleikakappingina Stella Polaris fyrr í ár, og prátið snúði seg millum annað um tað at kappast í tónleiki. Eisini hoyrdu vit brot úr konsertini. Politikarin Sjúrður Skaale, sum hevur funnist at stavsetingarleistinum, hevur saman við stjóranum á Námi hugt at fyrstu góðkendu síðunum. Klovurin Terry verður at hitta í Atlantis Bio á Summarfestivalinum. Í juli mánaði hevur hann bæði framført á G festivalinum og á Tjóðpalli Føroya. Nú er hann so endaður á Summarfestivalinum. Terry sa Saga er í stuttum ein leikur um ein klov, sum greiður frá Føroyinga søguni. Við sær hevur hann eina klokku, sum fer at ringja, tá akkurát 60 minuttir eru farnir. Hvussu langt Terry kemur í Føroyinga søguni, er tískil ymiskt frá sýning til sýning tá klokkan hevur latið ljóð frá sær, er sýningin liðug. Men ikki er væntandi, at prísurin hækkar ella eftirspurningurin veksur, nú Russland hevur sett millum annað ES og Noreg forboð fyri at selja Russlandi matvørur. Íslendska Uttanríkisráðið fekk staðfest longu í gjár, at handilsbannið hjá Russlandi umfatar ikki Ísland, hóast íslendski uttanríkisráðharrin, Gunnar Bragi Sveinsson, staðiliga og oftari enn eina ferð alment hevur stuðlað Ukreina móti Russlandi. Friðleifur Friðleifsson í Iceland Seafood sigur við RUV, at sleppur Ísland undan revsingini hjá Russlandi, verður tað ein stórur fyrimunur hjá íslendska fiskaútflutninginum. Men hann væntar ikki príshækkingar ella størri eftirspurning fyri tað, tí londini, sum nú eru útilokað, sleppa fram at aftur russiska marknaðinum um eitt ár. Í gjár var ikki greitt, um Føroyar eru millum londini, sum ikki sleppa at selja Russlandi matvørur í eitt ár. Danmark er í ES og tí kunnu Føroyar, sum partur av danska ríkinum, møguliga telja við sum Danmark í russiska banninum. Á fundinum í gjár tosaði Vinnunevndin við Herálv Joensen, stjóra, og Hálvdan Gudmundsen, nevndarlim í Reiðarafelagnum, Jan Højgaard, formann í Fiskimannafelagnum, og Páll Hansen, formann í Maskinmeistarafelagnum og við umboðini hjá skipabólkunum í Fiskidaganevndini. Nevndin hitti eisini Jacob Vestergaard, landsstýrismann, Rógva Reinert, aðalstjóra í Fiskimálaráðnum, Eilif Gaard, stjóra, og Lise H. Ofstad, fiskifrøðing á Havstovuni, og Jóhan Simonsen, fulltrúa á Vørn. Síðani Janus Rein fór í Fólkaflokkin, hevur Framsókn ikki fólk í Vinnunevndini. Men Poul Michelsen var eygleiðari á fundinum í gjár. Landsstýrið tekur ikki undir við revsitiltøkunum, sum vestanlond hava sett í verk móti Russlandi eftir framferðina í Ukraina. Russar svara nú aftur við at seta innflutningsbann fyri vørur úr vesturheiminum. Løgmaður sigur, at Føroyar vita av royndum, hvat tað er at verða boykottaður, og sipar til tiltøkini, sum ES setti í verk móti Føroyum. Tá fiskidagarnir vóru til viðgerðar í tinginum fyrr í vikuni, segði Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, at hann er ikki treytaleyst nøgdur við arbeiðið, sum Havstovan letur úr hondum. Tað er frálíkt, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum setir spurnartekin við tey tilmæli, sum hann fær frá serfrøðini á Havstovuni, sigur Eilif Gaard. Samfelagið eitur áhugafelagið hjá stjórnmála og samfelagsfrøðingum, og tað heldur, at útsøgnin hjá Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni, um Havstovuna er ein trupulleiki Sól, sól og aftur sól. Summarið hevur verið heitt, og tað hevur ikki verið heitari í Føroyum í juli mánaði síðan 1933. Men, vit hava ikki bert havt nógva sól í summar. Mjørki hevur eisini sett sín dám á hetta føroyska summarið. Í øllum førum at døma eftir myndunum, ið hava verið á sæð á sosialu miðlunum av Føroyum í summar. Hevur tú tikið mjørkamyndir í summar, vilja vit fegin frætta frá tær. Send okkum tínar bestu mjørkamyndir og nøkur orð til netvarp kvf.fo , merk yvirskriftina í teldupostinum Mjørkamyndir. Hetta er í sambandi við, at tær júst hava vunnið bretsku kappingina Sound Vision, sum Northern Media and Art skipar fyri. Saman nevna tær seg Rammatik og hava uttanlands vakt stóran áhuga við eksperimenterandi svørt, hvítu stuttfilmum sínum. Marknaðarprísurin á pelagiskum fiskavørum í Russlandi fer óivað upp, tí onnur lond, sum verða rakt av innflutnigsbanninum, fara í staðin at selja til ES marknaðin. Tann, sum bað um innlit í prísin, sum eitt ávíst skip fekk, hevur heldur ikki rætt til at fáa meirinnlit, staðfestir Løgtingsins umboðsmaður. Formaðurin í Grindamannafelagnum er samdur við Kate Sanderson, sum skrivar um grasrótarrørsluna High North Alliance á Facebook bólkinum Sea Shepherd í Føroyum 2014. Felagsskapurin gjørdi stóra nyttu ta tíð, hann virkaði, við kunning og upplýsing um hval og hvalaveiðu, sigur Ólavur Sjúrðarberg, formaður í Grindamannafelagnum, sum er við í High North Alliance. Borgararnir í Hósvíkar skúladømi eiga at fáa høvi at siga sína beinleiðis hugsan um ætlanina at leggja Hósvíkar skúla niður, sigur Guðrið Samuelsen, sum er millum teirra, ið hevur samskipað arbeiðið at savna undirskriftir. Vit eru ikki nøgd við loysnina, sum Sunda kommuna hevur lagt fram, og vit vilja, at borgararnir verða hoyrdir í málinum um av skúlanum í Hósvík, sigur hon Skúlasammanleggingin skal annars góðkennast av Mentamálaráðnum, og Sunda kommuna bíðar í løtuni eftir hesari góðkenningini. Kemur hon, skal hon lýsast, og eftir tað ber til at krevja eina fólkaatkvøðu, sigur Guðrið Samuelsen. Súsanna Danielsen hevur sagt seg úr starvinum sum stjóri á Løgtingsskrivstovuni 1. november. Hon tók við starvinum sum leiðari á løgtingsfyrisitingini í 1996, og frammanundan var hon stjóri á lønardeildini, sum tá helt til í Tinganesi, í níggju ár. Men nú tímir Súsanna Danielsen ikki longur at vera á ovastu rók. Russiski marknaðurin er vaksandi, og hevur stórt virði fyri uppsjóvarvinnuna. Tí er tað av stórum týdningi fyri vinnuna at vita, um innflutningsbannið, sum Russland hevur sett Noregi, ES, USA, Kanada og Avstralia, eisini umfatar Føroyar. Føroyar eru partur av danska ríkinum, og tá Danmark er limur í ES, verður stúrt fyri, at bannið í Russlandi eisini rakar Føroyar, sigur Bogi Simonsen, sølumaður hjá North Pelagic. Bakkafrost, sum eisini útflytir til Russlands, hevur higartil ikki merkt nakað til bannið í Russlandi, sigur Regin Jacobsen stjóri. Støðan, sum er íkomin, kemur eisini óvart á Varðan Pelagic. Stjórin, Bogi Jacobsen, vil ikki gera stórvegis viðmerkingar í løtuni, men sigur, at eisini har kanna tey málið og bíða eisini eftir boðum frá myndugleikinum. Gunnar Holm Jacobsen, deildarstjóri á Uttanríkistænastuni í Tinganesi, sigur, at arbeitt verður av øllum alvi at fáa staðfest, um Føroyar eru umfataðar av banninum úr Russlandi ella ikki. Uttanríkistænastan er í beinleiðis samskifti við russiskar myndugleikar og gjøgnum anska uttanríkisráðið. Gunnar Holm Jacobsen væntar tó ikki, at málið verður loyst í dag, men hann vónar, at greiði verður fingin á støðuni fyrst í næstu viku. Tá føroyska fiskivinnan lá í knúsi fyrst í níti árunum, varð ein lóg um fiskiskap orðað, fyri at fáa skil á. Ein partur var at skipa fiskiskapin við veiðiloyvum, sum býtti rættindini millum skipabólkar, bæði undir Føroyum og á fjarleiðum. Við seinastu handlunum, sum Dagur og Vika umrøddi hósdagin, er lóggávan um at verða útholað. Hetta eru púra vanlig menniskju, sigur Símun Gullaksen. Flestu teirra liva eitt sunt lív, sum er fjart frá sex, drugs and rock and roll lívsstílinum Vit hoyra útvarpsleikin Frændaleysur . Hector Malot hevur skrivað um Remi. Ein norðmaður hevur gjørt søguna til leik. Niels Nattestad týddi til føroyskt. Birita Mohr legði til røttis fyri Barnaútvarpið í 1988. Ria Tórgarð sigur frá Kríggið í Irak bara vindur upp á seg, og nú eru tað serliga kurdarnir har norðuri í landinum, sum eru undir ógvusligum trýsti frá islamska statinum, ISIL, og í nátt hava amerikansk flogfør aftur framt bumbuálop móti islamsku uppreistrardeildunum. Bumbuálopini hava sera stóra týdning, tí islamski herurin er nógv betur útgjørdur enn kurdarnir, sum annars hava megnað at hildið ISIL burturi frá fleiri stórbýum. Nú er tað býurin Arbil, sum er hóttur, og fólk flýggja í løtuni yvir háls og herðar úr býnum, og taka bara tað mest neyðturviliga við sær. Tey mangla alt, og Tue Jacobsen frá felagsskapinum Red Barnet segði í gjár við TV2, at ISIL deildirnar eru serfrøðingar í at spjaða ótta millum annað við at leggja boð út á Facebook og Twitter. Longu í farnu viku flýggjaðu fólk í Arbil undan einum álopi, sum ongantíð kom. Samstarvið millum kurdarnar og stjórnina í Bagdad hevur ikki verið gott, men felagsfíggindin ISIL hevur nú fingið partarnar at samstarva, og ongantíð áður hevur stjórnin sent so nógv vápn til kurdarnar sum nú. Hetta, saman við amerikansku loftálopunum, er ætlað at styrkja kurdarnar somikið, at ISIL ikki megnar at vinna á teimum. Tað ræður um at hava reiðan pening tøkan, um ein skal brúka pengar í nátt. Frá klokkan eitt í nátt og til klokkan 5 ber ikki til at taka pening út úr sjálvtøkunum hjá bankunum. Eisini verða MasterCard Debit og netbankin óvirkin hetta tíðarskeiðið í nátt. Bankarnir siga, at talan er um regluligar dagføringar hjá SDC, men klokkan 5 í morgin ári er ætlanin, at sjálvtøkurnar, netbankin og hesi kortini, sum kallast MasterCard Debit, skulu virka aftur. Skipanin við veiðiloyvum, sum skal halda skil á, hvørji skip fiska hvar og nær, er ikki so greið, sum hon einaferð var. Nú hava skip, sum upprunaliga bert høvdu loyvi at fiska rossamakrel í Suðurkyrrahavinum, rættindi at fiska makrel undir Føroyum. Hesi Kyrrahavsloyvini verða nú eisini keypt og seld bara við tí fyri eyga at fáa fatur á føroyska makrelinum, tí eingi føroysk skip hava verið í Kyrrahavinum síðan 2010, tá tey komu til Føroyar at fiska makrel. Upprunaliga var hetta fyri at hjálpa føroyingum at gagnnýta stóru makrelkvotuna, tí ov fá skip vóru at fiska stóru nøgdirnar, og móttøkuorkan á landi var so lítil. Nú er støðan ein onnur, tí tað er nóg mikið til av skipum at fiska, og móttøkuorkan á landi er nøktandi. Spurningurin er, um seinasta sølan av einum kyrrahavsloyvi frá Hósvík til Vágs ikki er við til at úthola skipanina við veiðiloyvum, tí við søluni verður eitt loyvi, sum bara gevur rætt at fiska í Kyrrahavinum, veksla við eitt makrelloyvi í Føroyum. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, heldur ikki at skipanin við veiðiloyvum er í vanda, hóast skip, sum bert hava rættindi í Kyrrahavinum, nú dúva upp á loyvi í føroyskum øki. Hann viðgongur tó, at tað kann vera trupult at taka loyvini aftur, tá tey einaferð eru givin, og verða givin ár um ár. Vit fingu fráboðanina um deyðsfallið í morgun kl. 11.15, og vit meta at talan er um eitt illgrunasamt deyðsfall. Tí eru trý fólk send til Hvalbiar at kanna málið saman við løgregluni á staðnum, sigur Jón Klein Olsen, politikommisserur. Talan er um ein 37 ára gamlan mann, og húsini í Hvalba, har maðurin varð funnin, eru avbyrgd. Løgreglan hevur afturhildið einum persóni, sum er undir illgruna at hava samband við hendingina. Klokkan 14.56 kom teldupostur frá løgregluni, at tveir mans eru handtikinir. Tann eini maðurin er 23 ára gamal, hin 39. Tey avvarðandi eru kunnaði. Løgreglan upplýsir, at meira ikki verður at frætta fyrr enn seinnapartin í morgin Politiið fekk klokkan eitt korter til tólv í gjár fráboðan um eitt deytt fólk í Hvalba. Tá politiið kom á staðið, varð staðfest, at ein 36 ára gamal maður var deyður. Politiið kannar nú málið sum illgrunasaman deyða. Tveir menn handtiknir Beint fyri klokkan trý í gjár boðaði politiið frá, at tveir menn, annar er 23 ára gamal og hin 39, vóru tiknir í sambandi við málið. Deyði maðurin varð funnin í einum sethúsum í Hvalba, sum politiið hevur avbyrgt, meðan umstøðurnar har verða kannaðar. Politiið vil ikki upplýsa meira um málið. Men í tíðindunum klokkan tvey hava vit samrøðu við Jón Klein Olsen, kanningarleiðara. Vil politiið hava fólk, sum eru handtikin, varðshaldsfongslað, skulu tey fyri ein dómara, tey skulu í grundlógaravhoyring, áðrenn 24 tímar eru lidnir síðani handtøkuna. Í Dundurdali búgva sjey børn. Tey spæla næstan altíð, og ikki gongur tað altíð so friðarliga fyri seg. Helst má okkurt henda alla tíðina, og tað ger tað Her sigur Rúna frá, hvussu tey funnu uppá at hava barnafagnað. Tá sleppur Marita at spæla við lombini og øll hini djórini í Dundurdali. Um várið leypa tey av takinum á brenniskúrinum og ríða á tarvinum. Og tá ið jólini nærkast, kemur tíðin við siropskøkum, gávum og veitslu.Í dag eitur søgan Vár í Dundurdali. Astrid Lindgren skrivaði og Ella Smith Clementsen týddi. Bókadeild Føroya Lærarafelag gav út í 2007. Ein 23 ára gamal maður í Hvalba er skuldsettur fyri at hava dripið ein 36 ára gamla Hjalmar Holm við trimum knívstungum í hálsin í gjáramorgunin. Í grundlógaravhoyringini, sum var í Føroya rætti fyri afturlatnum hurðum, boðaði verjin hjá skuldsetta manninum, Christian Andreassen, frá, at skuldsetti tekur ikki støðu til skuldarspurningin enn. Ein 39 ára gamal maður varð eisini tikin. Maðurin býr í húsunum, har sum hendingin var. Báðir menninir vórðu tiknir, hvør á sínum stað, á middegi í gjár, trý korter eftir, at politiið fekk fráboðanina. Barna og ungdómspsykiatriin í Føroyum, sum seinastu árini hevur verið rikin við leyst atknýttum ráðgevum og langum bíðilistum, hevur loksins fingið egnan og fastan serlækna. Sigurð Ó. Vang, sjúkrahússtjóri fegnast um, at tað er eydnast at fáa ein fastan serlækna til økið, og at fleiri samstarvsavtalur eru gjørdar við eitt nú Almannaverkið, Gigni og skúlar. Sambært rættinum er maðurin áður dømdur fyri brotsgerðir, sum vóru vandamiklar fyri fólk. Og vandi er fyri, at hann fremur slíkar brotsgerðir aftur, um hann verður latin leysur. Royndarkoyringar av maskinunum á spildurnýggja uppsjóvarvirkinum í Fuglafirði í gjár eydnaðust væl. Tað sigur Jóhan Páll Joensen, sum er stjóri á virkinum. Tað hevði stóran týdning at royndarkoyringarnar gingu væl, tí tað hevur við sær, at tíðarætlanin hjá okkum heldur, og at virkið kann byrja at virka fisk í næstu viku , sigur stjórin. Maskinaríið hjá virkinum, sum millum annað vigar, reinsar, sker og pakkar fiskin, er sera stórt. Í royndarkoyringunum í gjár var fiskur spakuliga koyrdur ígjøgnum maskinurnar, og nakrar eftirjusteringar skulu gerast. Ætlanin er at Pelagos skal taka ímóti 45.000 tonsum av uppsjóvarfiski, og virkið megnar at taka ímóti 650 tonsum um samdøgrið. Byrjað verður við at framleiða heilfrystan makrel. Tørvur verður á 70 80 fólkum til at arbeiða á virkinum, og stórur áhugi hevur verið fyri størvunum, tí virkið hevur fingið einar 130 umsóknir, sambært stjóranum. Sambært rættinum er maðurin áður dømdur fyri brotsgerðir, sum vóru vandamiklar fyri fólk. Og vandi er fyri, at hann fremur slíkar brotsgerðir aftur, um hann verður latin leysur. Rætturin segði eisini, at maðurin skal mentalkannast, hóast hann er mantalkannaður fyrr. Og rætturin gav politinum loyvi til at kanna fartelefonina hjá skuldsetta manninum, millum annað fyri sms boð. Verjin hjá skuldsetta manninum, Christian Andreassen, kærdi ikki úrskurðin hjá rættinum. Fólk hjá danska ferðaliðnum eru á veg til Føroya at kanna drápsmálið í Hvalba. Grundlógaravhoyringin í dag var fyri afturlatnum hurðum, tí politiið hevur ikkii avhoyrt øll vitni enn. Skuldsetti maðurin tók ikki støðu til skuldarspurningin í grundlógaravhoyringini. Hann hvørki játtaði ella nokatði seg sekan. Nýggi serlæknin í barna og ungdómspsykiatriini skal meira og annað enn at skriva reseptir. Ein partur av arbeiðnum er at kunna almenningin og at breiða út vitan um sálarsjúkur. Tað sigur sjúkrahússtjórin, Sigurd Vang. Í tíðindunum fyrr í frættist, at Rebekku Gudmundsson Perlick er sett í fast starv sum serlækni á barna og ungdómspsykiatrisku deild á Landssjúkrahúsinum. Deildin hevur í fleiri ár ongan fastan serlækna havt og lang bíðitíð hevur verið at sleppa framat. Sakarmálið millum P f Líraberg og manningina á útróðrarbátinum Lírabergi og Fiskimálaráðið stendur í rættarlistanum fyri næsta mánadag. Sakarkravið er, at Fiskimálaráðið verður dømt at viðurkenna, at tað var skeivt ikki at geva samtakinum Sjófeli hjá yvir 100 útróðrarbátum lut í makrelfiskiskapinum í 2012. Og fyrsta stigið hjá stjórnini í Japan at fáa tað í lag varð tikið fríggjadagin, tá Tadahiko Ito, vararáðharri í innlendis og samskiftismálum, var í Føroyum. Sambært Løgmansskrivstovuni var Tadahiko Ito serliga hugtikin av føroyskum byggihátti og býarskipan og týdninginum hjá teimum fyri trivnaðin í samfelagnum. Seyður, sum verður givin sum samsýning fyri fjallgongu og røkt, eiga ikki at vera skattskyldug inntøka hjá tí, sum fær seyðin. Tað er seyðurin nú sambært skattalógini. Men í veruleikanum verða fjalllomb og røktingarlomb ikki skattað. Og tann siðvenjan skal nú staðfestast í skattalógini. Í fyrsta umfari hevði tað givið almennu kassunum fleiri pengar, um fjalllomb og røktingarlomb verða skattað sum lógin sigur. Men tá talan er um nógvar smáar upphæddir, hevði ein týðandi partur av inntøkuni farið til umsiting og eftirlit. Samstundis hevði hendan serliga seyðahaldsmentanin í Føroyum verið órógvað, heldur Fíggjarmálaráðið. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, biður løgtingið broyta skattalógina, so eingin ivi verður um, at fjalllomb og røktingarlomb ikki skulu skattast. Lombini, ella, sum tað stendur í lógaruppskotinum seyður, sum verður givin sum samsýning fyri fjallgongu og røkt, gerast nummar 30 í listanum í skattalógini við inntøkum, sum ikki eru skattskyldugar. Bóndafelag Føroya og Føroya Óðalsfelag eru hoyrd um lógarbroytingina. Feløgini eru fegin um broytingina, tí skattaspurningurin órógvar nógvar limir í feløgunum. Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna, vil hava at vita frá Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni, nær hann fer at leggja fram uppskot um at einskilja privatu landsjørðina. Jacob Vestergaard hevur sett ein arbeiðsbólk at gera tilmæli um at einskilja almennu jørðina. Bjørt Samuelsen sigur, at nógv tann størsti parturin av vinnuliga landbúnaðinum er knýttur at almennu jørðini. Privata jørðin er so smábýtt, at avmarkað grundarlag er undir vinnuligum rakstri, og festijørðin er eisini smábýtt, tí væl oman fyri hálvt fjórða hundrað festi eru. Bjørt Samuelsen spyr Jacob Vestergaard, um einskiljingin fer at gera fíggjarligu avbjóðingarnar hjá vinnuni størri. Hon vil eisini hava at vita, um Búnaðagrunnurin skal veita fígging til at keypa jørð, og um landsstýrismaðurin ætla at seta treytir og krøv um landbúnaðarframleiðsluni á jørðini, sum verður seld. Meirilutin í Vinnunevndini, teir tríggir fólkafloksmenninir og sambandsmaðurin, mælir løgtinginum til at taka undir við uppskotinum hjá Jacob Vestergaard, landsstýrismanni, um fiskidagarnar næsta fiskiár. Alfred Olsen, formaður í Vinnunevndini, sigur, at nevndarlimirnir hjá samgonguni eru samdir um at mæla tinginum til at taka undir við, at fiskidagtalið næsta ár verður tað sama sum í verandi fiskiári. Fiskimálaráðið staðfesti avgerðina hjá Vørn, sum sýtti umbønini um innlit við tí grundgeving, at upplýsingarnar skuldu brúkast til almenn hagtøl, og at tær tí ikki vórðu fevndar av rættinum um innlit. Umboðsmaðurin tekur undir við grundgevingini og staðfestir, at greið lógarheimild er at savna upplýsingar, sum skulu nýtast til hagtøl. Umboðsmaðurin staðfestir eisini, at Vørn nýtti ikki upplýsingarnar til fyrisitingarligt virksemi, og at ætlanin var at almannakunngera hagtølini. Danska ríkisløgreglan hevur sent tvey starvsfólk hjá Ferðaliðnum, tvey starvsfólk frá Kriminal Teknisk Center og ein hundaførara úr Nordsjællands Politi at hjálpa føroysku løgregluni í kanningararbeiðinum. Politiið fekk fráboðanina um hendingina klokkan eitt korter til tólv leygardagin, og tá politiið kom á staðið, varð staðfest, at ein 36 ára gamal maður var deyður. Ein 23 ára gamal maður varð í grundlógarvhoyring í Føroya rætti í gjár skuldsettur fyri manndráp við at hava stungið tann deyða mannin tríggir ferðir í hálsin við knívi. Hann er varðhaldsfongslaður í fýra vikur. Tað seinasta, sum føroyska sendistovan í Brússel hevur frætt um ES nevndina er, at nevndin avgreiðir málið 18.august, tað er um eina viku. Seint seinnapartin 31.juli samtykti ES nevndin fyri fiskivinnu og aling at taka undir við uppskotinum hjá ES nevndini um at strika handilsforðingarnar móti makreli og norðhavssild úr Føroyum. Síðani fer reglugerðin um at taka av handilsforðingarnar í ES kunngerðablaðið. Og hon kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Kunngerðablaðið hjá ES kemur út hvønn dag frá týsdegi til leygardag. Innflutningsbannið kemur russisku innflytarunum dátt við, og teir eru nú farnir at kanna, hvaðani teir kunnu fáa vørur, sum vanliga verða innfluttar úr USA, ES og Noregi, skrivar IntraFish. Sambært landbúnaðarmálaráðnum innflytir Russland umleið 460.000 tons av fiskavørum úr londum, sum nú verða rakt av innflutningsbanninum. Tað svarar til góð 13 prosent av tí, sum russar eta av fiski og fiskaúrdráttum. Noreg útflytir millum 300.000 og 350.000 tons av fiskavørum til Russlands um árið, meginparturin er sild, laksur og síl. Sergei Gudkov, forstjóri í fyritøkuni Fish Union, sum umboðar innflytarar og matvøruvirki í Russlandi, sigur við Intrafish, at tað fer at taka drúgva tíð at fáa vørur frá øðrum innflytarum. Hann sigur, at tað ber til at keypa sild úr Føroyum, nú Noreg verður boykottað, og møguleikar eru eisini at økja laksaalingina í Russlandi. Men tað verður torført at innflyta surimi, sum verður gjørt úr upsa, sigur hann. Sergei Dankvert, stjóri í russiska matvørueftirlitinum, hevur havt fundir við sendiharrar í suðuramerikanskum londum, og teirra góvu lyfti um, at Russland kann keypa meiri frá teimum. M.a. hevur Kili játtað at tví ella trífalda útflutningin av fiskavørum til Russlands, og útflutningurin av skeljadýrum verður eisini fleirfaldaður. Í fjør útflutti Kili 53.000 tons av fiskavørum til Russlands, og útflutningurin av skeljadýrum veksur úr 3.000 tonsum upp í 15.000 20.000 tons. Stjórin í TG Verki, Høgni Lauritsen, sigur, at hetta er ein avgerandi partur av verkætlanini á Drelnesi. Arbeiðið, sum TG Verk ger, skal verða liðugt í mars Saltsiloin á Drelnesi fer at fáa sína upprunaligu útsjónd aftur. Bæði tann eyðkendi kassin og tornið, sum vóru í endanum, koma uppaftur. Skúlastýrið á Venjingarskúlanum finst nú at Mentamálaráðnum í sambandi við tilgongdini at leggja Venjingarskúlan og Kommunuskúlan í Havn saman. Vit halda, at Mentamálaráðið eigur at greiða frá, hvussu leiðsluviðurskiftini verða á nýggja skúlanum, og vit stúra fyri, at samstarvið um samanleggingina ikki verður nóg javnt, sigur Annika Sølvará, forkvinna í skúlastýrinum. Fyrst skal umsóknin um at leggja skúlarnar saman viðgerast í Mentamálaráðnum, og tað verður fyrsta dagin, sigur landsstýrismaðurin. Tað er siður, at løgmálaráðharrin eisini vitjar politidømini uttan fyri Danmark er í Grønlandi og í Føroyum, og Karen Hækkerup hevur ikki verið í Føroyum, síðani hon tók við í danska Løgmálaráðnum 12. desember í fjør. Umframt at hava fund við politileiðsluna at umrøða bygnaðarbroytingarnar, sum eru gjørdar, og onnur politifaklig mál, skal løgmálaráðharrin vitja Kriminalforsorgina, rættin og Ríkisumboðið. Løgmálaráðharrin skal eisini hava fund við Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann. Í Karusellini varð prátað við tey um lívið sum yrkissjónleikari, har ein hvønn dag nýtir seg sjálvan og sín kropp at siga frá við. Karusellin fekk orðið á Paula, ið hevur gingið á tónleikaskúla í Los Angeles síðan 2009. Í fjør bleiv hann liðugur, og nú er ætlanin at royna at liva av tónleikinum. Tað ber eisini til at hoyra spildurnýggja lagið Mess With Me í samrøðuni. Sí innslag og samrøðu við Tóru Petersen, Ph.d. í sálafrøði, sum var gestur hjá Finni Koba í sjónvarpsstovuni. Tóra Petersen hevur millum annað granskað, hvussu ógvisligir og óvæntaðir sorgarleikir ávirka lokalsamfeløg. Kristian Davidsen, stjóri á Føroya Tele, sigur, at tøkniliga ber bara til at lurta eftir samrøðum í vanligum telefonsignali. Politiið hevur hvørki heimild ella tøkniligan førleika at lurta eftir samrøðum, sum verða gjørdar gjøgnum forrit sum til dømis skype, viper og facetime. Alt bendir á, at veiðiloyvi í Kyrrahavinum hava givið varandi rættindi í føroyskum sjógvi, sum landsstýrismaðurin einki kann gera við. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sigur, at borðið fangaði longu í 2011, tá makrelsamgongan, sum Fólkaflokkurin ikki var partur av, ráddi fyri borgum. Athena er vorðin Asbjørn Senior, og Poseidon er vorðin til Grunnabarð, og tey bæði skipina dúva nú nú burturav upp á makrelfiskiskap, hóast tey bara hava loyvi at fiska rossamakrel í Kyrrahavinum. Sjóvinnustýrið hevur onga niðurstøðu gjørt enn. Tí veit Sjóvinnustýrið heldur ikki, um tað heldur, at fútin eigur at fara í rættin við málinum. Alt málið um Anitu, ikki bara vanlukkan týskvøldið 11.februar, hevur eisini verið í løgtinginum nakrar ferðir, tí landsstýrismenninir Jacob Vestergaard og Johan Dahl hava fingið fyrispurningar um tað. Anita hevur tó framvegis veiðiloyvi og fiskiloyvi at fiska svartkalva og havtasku við gørnum á føroyskum landleiðunum, ið hvussu so er til 31.august, tá hetta fiskiárið endar. Eitt av lógaruppskotunum, sum Vinnumálaráðið ætlar at leggja fram í hesari tingsetuni, er um at broyta útlendingalógina, so kravt verður av øðrum útlendingum enn norðurlendingum, sum eru við føroyskum fiskiskipum, sum fiska í føroyskum sjógvi, at teir hava arbeiðs og uppihaldsloyvi í Føroyum. Reiðarin, skiparin og reiðaríið eru ákærd fyri at bróta kunngerðina um fiskiskap eftir havtasku og svartkalva við gørnum á føroysku landleiðunum. Og 28.juni fór Anita av Runavík til Spania at rigga til at fara aftur til fiskiskap. Men sambært heimasíðuni liggur Anita framvegis í spanska býnum Santa Uxia Ribeira, hagar skipið kom 4.juli. Talan er um bæði føroyskar og útlendskar umsøkjarar, og umsøkjarar av báðum kynum, sigur Bergur Poulsen, nevndarformaður í felagnum. P F Eystur og Sandoyartunlar er nýstovnað felag, hvørs endamál er at gera og reka undirsjóvartunlarnar millum Streymoynna og Eysturoynna og millum Streymoynna og Sandoynna. Tá útvarpið hitti rakstrarleiðaran á Strandferðsluni, Jóhan Petur Abrahamsen, í gjár, var hann staddur umborð á Sildberanum við bryggju í Klaksvík. Navia tekur ímóti ull, og har lata tey fimm krónur fyri kilo sum gávubræv. Men teirra tørvur er so lítil, bara eini fimm tons, so tað munar lítið, tá havt verður í huga, at samlaða nøgdin av ull er eini 40 tons. Óli Kristian á Torkilsheyggi, stjóri í Navia, sigur við Kringvarpið, at av tí at tørvurin er so avmarkaður, taka tey bara móti ull úr Syðrugøtu og eystara armi á Skálafjørðinum. Ullamóttøkan hjá teimum er í Oyrunum á Toftum. Árni Brattaberg frá Sirri er farin í samstarv við IRF um restina av ullini. IRF hevur sett bingjur upp til endamálið í Klaksvík, á Sandi, í Trøllavík í Suðuroynni, í Runavík, Norðragøtu, Nesvík, Vestmanna og í Vágum. Ullin verður síðani flutt til Kollafjarðar, har ein móttøka eisini er. Men einki verður latið bøndrunum fyri ullina, sum teir lata í IRF bingjurnar. Árni Brattaberg heldur kortini, at hetta er frægari loysn, enn at ullin fer fyri skeytið. Tað hevur Uttanríkistænastan í Tinganesi fingið munnliga váttan fyri frá russiskum myndugleikum, sigur Gunnar Holm Jacobsen, deildarstjóri á Uttanríkistænastuni. Tað er av stórum týdningi fyri vinnuna at fáa hesa váttan skrivliga, tí signalini úr Russlandi hava higartil verið ógvuliga ymisk og ógreið. Føroyar er partur av danska ríkinum, og tá Danmark er limur í ES, sum Russland hevur bannað innflutningi av vørum, hevur verið stúrt fyri, at bannið eisini umfatar Føroyar. Men alt bendir nú á, at Føroyar verða ikki raktar av banninum, sigur Gunnar Holm Jacobsen, sum er staddur í Keypmannahavn, har hann nú fyrrapartin fer á fund við russisku sendistovuna. Men Samgongan og Sjálvstýrisflokkurin taka undir við Jacob Vestergaard, landsstýrismanni, sum vil hava sama dagatal næsta fiskiár sum í ár. Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin í Vinnunevndini Miðflokkurin hevur ikki fólk í Vinnunevndini vísa á, at fiskidagatalið er farið úr knappliga 50.000 niður í góðar 22.000 dagar, síðani fiskidagaskipanin kom. Kári P. Højgaard í Sjálvstýrisflokkinum er við í meirilutanum í Vinnunevndini, men hann hevur sínar egnu viðmerkingar í álitinum hjá nevndini. Minnilutin í nevndini, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi, hevur gjørt sítt tilmæli saman við Framsókn, sum ikki er umboðað í nevndini. Flokkarnir mæla samstundis landstýrismanninum í fiskivinnumálum til geva heimaflotanum fiskirættindi aðra staðni enn í føroyskum sjógvi. Álitið hjá Vinnunevndini kom í tingið í gjár. Onnur viðgerð og atkvøðagreiðsla vera í morgin. Og málið verður endaliga avgreitt fríggjadagin. Miðskeiðis í 1990 unum vórðu framdar millum 50 og 60 fosturtøkur um árið, men síðani er talið minkað niður ímóti 30, sum tað hevur ligið á síðani 2010. Í fjør vóru 23 fosturtøkur, og so fáar fosturtøkur hava ikki verið síðani síðani 1994. Myndin er tann sama, tá fosturtøkurnar verða roknaðar lutfalsliga samanborið við talið á livandi føddum børnum. Miðskeiðis í 1990 unum vóru tað umleið 80 90 fosturtøkur fyri hvørji 1000 livandi fødd børn, men seinastu árini er hetta talið minkað niður móti 50, og í fjør vóru 23. Samanborið við onnur Norðurlond eru nógv fæstar fosturtøkur í Føroyum, roknað fyri hvørji 1000 livandi fødd bøtn. Í Grønlandi er støðan øðrvísi. Har eru umleið líka nógvar forsturtøkur, sum børn verða fødd. Í hinum Norðurlondunum eru lutfalsliga 4 7 ferðir so nógvar fosturtøkur sum í Føroyum. Kjak í Degi og Viku í kvøld millum Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, og Heðin Mortensen, formann í Kommunufelagnum. Vertur er Beinta Løwe Uttanríkistænastan í Tinganesi hevur fingið munnliga váttan frá russisku myndugleikunum, sigur Gunnar Holm Jacobsen, deildarstjóri í Uttanríkistænastuni. Eitt nýtt umboðsráð fyri Havstovuna mannað við fólki frá stovnum og vinnuni eigur at viðgera fiskivinnuna, millum annað fiskidagarnar. Tað siga teir báðir stóru samgonguflokkarnir í álitinum um uppskotið hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum um fiskidagarnar næsta fiskiár. Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin siga, at tvídrátturin millum vinnuna øðrumegin og Havstovuna og ICES hinumegin um tilráðingina um fiskidagar og stovnsrøktina ger tað sera trupult hjá politikarunum at taka støðu. Spurningurin er eisini, um tað ikki darvar Havstovuna, at hon skal gera tilráðingar um fiskidagar, og um tað ikki hevur neiligt árin á Havstovuna sum tann vísindaligi stovnurin, hon er og skal vera. Vit halda tí, siga teir fýra tingmenninir, at landsstýrimaðurin eigur at skipa fyri einum greiningararbeiði í fiskidagaskipanini, sum kann umfata eitt umboðsráð fyri Havstovuna við umboðum frá stovnum og vinnuni. Umboðsráðið skal viðgera fiskidagarnar, royndarætlanir, umsitingarætlanir, endurreisingarætlanir, royndarfiskiskap á stongdum leiðum og so framvegis. Samstundis biðja samgongumenninir landsstýrismannin síggja til, at ætlaða uppskotið um fiskivinnulóg kemur í løgtingið í hesari tingsetuni. Úrslitið gjørdist 100 tímar av filmsupptøkum, ið leggja lunnar undir einum samvirknum filmi um Teit og Story Music. Hoyr samrøðuna millum Maritu á Rógvi og Teit Lassen. SHEFA kaðalin er enn einaferð slitin. Men tá hann verður umvældur í næstu viku, verður kaðalin samstundis lagdur um, so hann er betri vardur í harða botninum við Orknoyggjar. Nógvu óhappini, har SHEFA kaðalin hevur verið slitin, fær nú Føroya Tele at leggja kaðalin um, sigur Páll Vesturbú, stjóri í FT neti. Tað hevur stóran týdning fyri føroysku vinnuna, at Føroyar ikki eru fevndar av innflutningsbanninum hjá Russlandi. Men vit mugu ikki gloyma aðrar marknaðir, tí einvíst fokus á Russland kann skaða føroysku vinnuna í longdini. Tað sigur Poul Huus Sólstein limur í útflutningsráðnum. Fleiri føroyskar fyritøkur eru ikki góðkendar at útflyta til Russlands, og tað hevur stóran týdning, at hesar verða góðkendar, leggur hann aftrat. Listin, sum stillaði upp móti núverandi stjórn í evropeisku talvsamgonguni, vann greiðan sigur á stríðsvalinum á aðalfundinum hjá talvsamgonguni í gjár. Í Danmark er illgruni um, at 12 fólk eru deyð og átta onnur eru smittað av bakteriuni listeria. Danska matvørustýrið hevur staðfest, at bakteriian er í viðskeranum hjá Jørn A. Tann 26. juni vóru ábendingar um, at eitt bakteriuútbrot við listeria var á veg. Matvørustýrið hevur nú staðfest, at bakterian er í vørunum hjá Jørn A. Bakterian er serliga vandamikil fyri tey, sum eru sjúk og veik frammanundan. Statens Serum Institut sigur, at tey 12, sum eru deyð, vóru illa sjúk. Tí ber ikki til at siga við vissu, um tey eru deyð av sjálvari bakteriiuni, men hon hevur eftir øllum at døma stytt um lívið hjá teimum. Listeria er ein vanlig umhvørvisbakteria, sum er millum annað í mold, sjógvi og gori frá djórum. Bakterian elvir oftast til sjúkueyðkenni sum fepur, høvuðpínu, diarr og spýggju. Í Føroyum er Heilsufrøðiliga starvsstovan ikki komin við nakrari almennari fráboðan. Kim Bergkvist, eftirlitsmaður, sigur kortini við útvarpið, at tey mæla fyribils eisini føroyingum frá at eta viðskera frá danska Jørn A. Rullepølser. Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur samband við danska matvørustýrið, og kemur eftir ætlan við einari meira útgreinaðari fráboðan í kvøld ella í morgin. Hetta er ikki fyrstu ferð, at listeria bakterian er í framleiðsluni hjá Jørn A. Rullepølser. Bæði í 1999 og í mai í ár varð fyritøkan biðin um at afturkallað sínar vørur, tí kjøtið varð dálkað. Tey fáa ein kanónmarknað, sum vit hava bygt upp síðan 1990. Verður handilsbannið drúgt, verður trupult hjá okkum at sleppa inn aftur á russiska marknaðin. Henda støðan er álvarsom fyri okkum, sigur hann. Arne Mathisen ásannar, at fáa Ísland og Føroyar tann norska partin í Russlandi, fer Noreg at troyta marknaðirnar hjá íslendingum og føroyingum aðrastaðni. Men har er prísurin ikki tann sami, kanska millum 20 og 30 prosent lægri. Vit ætla at selja fiskin til Nigeria, men vit fáa ikki tað sama fyri hann, sigur hann. Russiska handilsbannið merkist hjá Lofoten Viking. 40 prosent av útflutninginum hjá teimum er farin til Russlands. Stjórin hevur nú steðgað framleiðsluni, og 40 starvsfólk eru send til hús. Peningur eru ikki settur av til nýggja Vesturskúlan í Havn, men bygginevndin skal verða liðug við byggiskránna í heyst, og í henni verður eisini ein fíggjarleistur fyri byggingina. Støða verður tikin til fíggingina, tá fíggjarætlanin fyri 2015 verður gjørd. Peter Thaysen, sjef politiinspektørur, er fámæltur, men hann sigur, at løgreglan er væl mannað á staðnum, so óviðkomandi ikki leggja uppí. Løgreglan hevur avbyrgt allan sandin í bygdini, og eingin sleppur inn á sandin, fyrr enn grindin verður hildin till. Tá tekur løgreglan seg aftur, og sýslumaður og grindaformenn taka yvir. At flyta heim er ein stór avgerð, tá mann hevur verið útiseti í so nógv ár, men serliga vóru tað synirnir, sum ynsktu at sleppa til Føroya. Nýggir partar av kanning hjá Firouz Gaini vórðu kunngjørdir í gjár. Hesir partarnir snúgva seg mest um skúla og trivnað. Rógvi Thomsen, námsfrøðiligur vegleiðari, var gestur í Karusellini og viðmerkti úrslitini av hesi kanningini. Rógvi hevur eisini drúgvar royndir sum lærari á Læraraskúlanum. At selja veiðirættindi fyri milliónir av krónum, er eitt beinleiðis brot á lógina um vinnuligan fiskiskap, sum landsstýrið seinast blástemplaði við at selja eitt kyrrahavsloyvi at fiska makrel undir Føroyum. Fiskiskapurin í Kyrrahavinum loysti seg ikki, og tí fekk skipið grønt frá landsstýrinum at koma í føroyskan sjógv at fiska okkum rættindi her. Og tað er ikki í lagi, sambært Kjartani Hoydal. Meiri enn 100 teilendingar búgva í Føroyum. Nú ætla teir at skipa fyri einum festivali, sum skal kunna føroyingar um teilendskar siðir og livihátt. Tað Heilsufrøðiliga starvsstovan veit, er bara ein sending av vørum frá Jørn A. Rullepølser komin til Føroya, og hon er fyribeind. Higartil veit Heilsufrøðiliga starvsstovan bara um eina einstaka sending, sum er komin til Føroya, og innflytarin hevur longu beint fyri vøruni. Danskir myndugleikar kanna framvegis málið. Og Tilbúgvingarbólkurin á Heilsufrøðiligu starvsstovuni fylgir við í tí, sum hendir í Danmark, og setur neyðug tiltøk í verk í Føroyum. Tekur landsstýrið undir við tí, fer Jacob Vestergaard at leggja uppskot fyri løgtingið um at einskilja almennu jørðina seint á vári næsta ár. Í oktober í fjør fekk Jacob Vestergaard loyvi frá landsstýrinum at arbeiða við málinum, og 1.juli í ár fekk hann álitið frá arbeiðsbólkinum, sum varð settur at greina málið um almennu jørðina. Jacob Vestergaard, sum hevur svarað spurningum frá Bjørt Samuelsen, løgtingskvinnu, um landsjørðina, sigur, at politiskt er ikki avgjørt enn, hvussu nógv, jørðin skal seljast fyri. Landsstýrið ætlar, at kommunurnar skulu vera við at fíggja ein skattalæta til tey lágløntu og miðalløntu. Men tað hava kommunurnar ikki ráð til, sigur Heðin Mortensen, formaður í Kommunufelagnum. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sigur, at við eldraøkinum fáa kommunurnar aðrar inntøkur, millum annað størsta partin av forskattingini av pensjónum. Og aðrir møguleikar eru eisini. Trýstið á teldusambandið millum Føroyar og umheimin minkar, og góðskan verður betri, tá tú hyggur at filmum og sendingum á Netflix. Helgi Dam Ziska og Olaf Berg vunnu, John Rødg rd telvaði javnt, og Høgni Egilstoft Nielsen tapti. Føroyska talvlandsliðið er í løtuni nummar 64 av teimum 177 liðunum í almennu kappingini. Føroyar eru styrkismettar nummar 73. Í ellinta og seinasta umfari í morgin telva Føroyar móti Indonesia, sum er styrkismett ovari enn Føroyar. Kina stendur til at vinna olympiaduna fyri fyrstu ferð. Ísland, sum Føroyar telvaðu javnt 2 2 ímóti, er fremst av norðurlondum á 24 plássi. Heldur ikki grønlendingar verða raktir av russiska innflutningsbanninum, og tí kunnu Polar Seafood og Royal Greenland framvegis útflyta rækjur til Russlands , sigur Bruno Olesen, sølustjóri í Royal Greenland, við grønlendska kringvarpið, KNR. Hóast Danmark er limur í ES, sum innflutningsbannið rakar, gera russar mun á, um vørur koma úr Danmark, Grønlandi ella Føroyum. Og innflutningur úr Grønlandi og Føroyum er framvegis loyvdur, sigur Bruno Olesen. Bruno Olesen sigur, at var russiski marknaðurin stongdur, hevði verið neyðugt at selt rækjurnar, har kappingarneytar eru frammanundan, og tað hevði trýst prísin. Nú eru kappingarneytarnir boykottaðir í Russlandi, men sølustjórin í Royal Greenland heldur, at enn er ov tíðliga at siga, hvørja ávirkan tað fer at hava fyri grønlendska rækjuútflutningin. Hesa ferð stóð sambýlið Fobbaklettur í Sandavági fyri skotum. Soppur er staðfestur í húsunum. Og Landsverk metir, at húsini ikki kunnu umvælast. Í dag hevur løgtingið aðru viðgerð av uppskotinum hjá Jacob Vestergaard, landsstýrismanni, um fiskidagarnar næsta fiskiár, sum byrjar 1. september. Fiskifrøðingar mæla annars til stórar skerjingar fyri at verja botnfiskastovnarnar, sum sambært fiskifrøðingunum eru sera illa fyri. Jacob Vestergaard hevur sagt, at hann hevur ikki altíð álit á arbeiðinum, sum Havstovan ger og teimum tilráðingum, sum Havstovan letur landsstýrismanninum. Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður, hevur sagt, at tað kann vera vandamikið, um landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum treytaleyst umboðar vinnuna og sær burtur frá tilmælum frá serfrøðini, tá fiskidagar skulu lutast út. Meirilutin í Vinnunevndini, teir tríggir fólkafloksmenninir og sambandsmaðurin, mæla løgtinginum til at taka undur við uppskotinum hjá landsstýrismanninum. Kári P. Højgaard í Sjálvstýrisflokkinum er við í meirilutanum í Vinnunevndini, men hann hevur sínar egnu viðmerkingar í álitinum hjá nevndini. Minnilutin í nevndini, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi, hevur gjørt sítt tilmæli saman við Framsókn, sum ikki er umboðað í nevndini. Tey mæla til at skerja fiskidagarnar fimm prosent næsta ár. Nýggja uppsjóvarvirkið í Fuglafirði, Pelagos, bíðar nú eftir at fáa fyrstu lastina av makreli. Virkið er til reiðar at fara til verka, sigur Jóhan Páll Joensen, stjóri. Tey hava frammanundan keypt smærri nøgdir av makreli úr Kollafirði, so tey kundu royna maskinurnar. Enn er ymiskt, ið skal lagast til, og tí verður tann fyrsta lastin, sum virkið keypir, eisini brúkt til at tillaga maskinurnar við. Tað var stórt spell, at grindin slapp, tí tá grindin varð funnin, gjørdi sýslumaðurin beinan vegin av, at roynt skuldu verða at halda henni til. Tað sigur Jaspur Vang, sýslumaðurá Tvøroyri, í tíðindaskrivi um grindina, sum Smyril fann seinnapartin í gjár eystur úr Skarvatanga. Grindin varð mett til umleið 100 hval. Jaspur Vang sigur, at grindaformenninir í oynni fingu boð, og farið varð at avbyrgja grindaøki á landi, sum avtalaðar eru frammanundan. Bátar í oynni fingu grindaboðini frá havnamyndugleikunum. Løgreglan fekk eisini boð, so hon kundi seta í verk tiltøk, sum skulu tryggja grindaraksturin og tað, sum hevur við grindina at gera. Ein bátur frá løgregluni var skjótur á staðnum, og løtu seinni var eisini ein grindaformaður av Tvøroyri á staðnum í sínum báti. Grindin gekk móti landi, men kavaði. Hon varð funnin aftur umleið ein fjórðing eystur úr Froðbiarnípu og gekk norðuryvir við nýkomna vestfallinum. Sannlíkt var tí, at grindin kundi fara á Hvalba. Men grindin kavaði enn einaferð, men varð ikki funnin aftur. Hóast tvassut var í sjónum og streymurin harður, eins og tað rak í ættina, varð mett, at líkindi vóru at reka, men sýslumaðurin tók síðani samanum saman við grindaformonnunum, og avgjørt var at avblása grindaraksturin. Jaspur Vang sigur, at grindaformenn og hjálparfólk á landi gjørdu eitt sera gott arbeiði, eins og løgreglan var skjót á staðnum og gjørdi tað, hon skuldi. Í 54 ár hevur hon nevniliga svomið á sjónum, og tað hevur 90 ára føðingardagurin als ikki órógvað. Svimjingin er enn fastur táttur í gerandisdegnum hjá Mariu, og ætlanin er, at hon gevst at svimja, tá orkan gongur undan. Sambært Mariu á Heygum er tann dagurin als ikki nærhendis. Talið broytist alla tíðina, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna, í svari til Rósu Samuelsen, løgtingskvinnu. Bíðilistin broytist, so hvørt sum útboðið veksur, og tíðindi berast um nýggja bygging. Til dømis fekk Almannaverkið fleiri umsóknir, tá tíðindini bórust um, at sambýlið Eystan Heyg í Havn var um at verða liðugt, og tá tað frættist, at sambýli skulu byggjast í Runavík og í Klaksvík. Slíkt tilboð er í Børkugøtu í Havn, har níggju ungfólk búgva. Fólk flyta inn, so hvørt sum pláss eru tøk. Eingin er á bíðilista í løtuni til bú og viðgerðartilboð av hesum slagi í Føroyum. Kvinnuliðið hjá Kyndli skal nevniliga leika tveir EHF Cup dystir í oktobur. Summarmorgun prátaði vid formannin í HSF, Kristian Johansen, um, hví so langt er millum luttøkurnar í altljóða hondbólti. Eisini greiddi venjarin hjá Kyndli frá, hví Kyndil hevur gjørt av at royna seg í altjóða hondbólti, hóast luttøkan er kostnaðarmikil. Tá var eitt ráð, sum tók samanum tilmælini hjá Fiskirannsóknarstovuni og Stovnsrøktarnevndini um fiskidagar, so landsstýrismaðurin bara fekk tað eina tilmælið. Vinnunevndin mælir landsstýrismanninum til at koma við lógaruppskoti um umboðsráð. Onnur viðgerð av uppskotinum um fiskidagarnar næsta ár er í løgtinginum í dag. Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, sigur, at søkt verður eftir stjóra, tá umsóknin um at leggja Kommunuskúlan og Venjingarskúlan saman er liðugt viðgjørd. Játtanin til serviðgerð uttanlands í ár heldur ikki, og í dag hevur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, lagt uppskot fyri tingið um sjey milliónir krónur í eykajáttan. Heilsumálaráðið sigur, at miðalkostnaðurin fyri serviðgerðina í fjør vísti seg at vera munandi størri enn væntað, og í ár hava verið fleiri sjúklingaferðir enn roknað varð við. At serliga nógvar rokningar fyri í fjør 30 milliónir krónur av tilsamans 103 milliónum komu frá Region Hovedstaden eftir ársenda, tí roknskapurin varð umlagdur, hevur gjørt tað enn truplari enn vanligt at meta um støðuna, sigur Heilsumálaráðið. Ársins Nebula íverksetanarráðstevna verður hildin leygardagin 16. august klokkan 13.00 í M llers Pakkhúsi. Hetta er triðja árið ráðstevnan verður hildin. Hini árini hevur verið góð undirtøka, sigur Halgir Winther Nagata, fyriskipari. Russiska innflutningsbannið ger ilt verri fyri veika russiska búskapin, men kann gerast lønandi fyri føroysku útflutningsvinnuna. Tó mugu Føroyar ansa eftir, at umdømi landsins á altjóða pallinum ikki skalast av ov týðiligari viðhaldstøðu. Russiski marknaðurin er áhugaverdur hjá føroyskum fyritøkum, men hann er eisini óstøðugur, og tí skulu vit ikki bert leggja okkum eftir honum. Loyniligir býir í fjarskotnum støðum, ísbjarnir og aðrar forkunnugar upplivingar hava merkt ferðina hjá Biritu, sum endar um eina viku. Hoyr samrøðu, ið varð send í Karusellini fyrr í dag. Teir fara at framføra ymiskt tilfar, sum teir hava arbeitt við saman og hvør sær. Í Karusellini í dag framførdu teir tvey løg beinleiðis Tað er Tony Marano, sum stendur á odda fyri ferðini. Hann hevur í fleiri umførum funnist at Paul Watson og Sea Shepherd, og samstundis stuðlað føroyingum at drepa grind. Endamálið við ferðini er somuleiðis at stuðla føroyingum, nú Sea Shepherd er í Føroyum. Tað heldur Brandur Sandoy, løgtingsmaður, sum hevur sett Jacob Vestergaard, landsstýrismanni, skrivligan fyrispurning um avreiðingar uttanlands. Brandur Sandoy spyr, tí í fjør mistu nakrir snellubátar part av Íslandskvotuni. Tey avreiddu í Vestmannaoyggjunum, tí illveður millum Ísland og Føroyar forðaði bátunum í at fara til Føroya við fiskinum. Vørn tók ein part av kvotuni frá bátunum, tí teir høvdu ikki loyvi at avreiða í Íslandi. Brandur Sandoy sigur eisini, at í ár hava føroysku línuskipini fyri ein stóran part roynt vestur móti grønlendska markinum og heilt uppi móti Vestfirðum, í ein útnyrðing úr Íslandi. Haðani eru tríggir fýra dagar at sigla til Føroya. Fiskaprísirnir í Íslandi eru kappingarførir. Tí hava línuskip avreitt í Íslandi. Tað loysir seg, hóast skipini missa av kvotuni, sigur Brandur Sandoy. Nýggja viðgerðarheimið er umleið 800 fermetrar. Har eru 14 kømur, umframt viðgerðarhøli, felagshøli, venjingarhøli, skrivstovuhøli, køkur og annað. Samlaði kostnaðurin er góðar 12 milliónir krónur, men nakað verður eisini spart í kostnaðinum, tí nógv sjálvboðið arbeiði hevur eisini verið. Sambært tølunum, sum Skúlablaðið hevur, fóru nógv fleiri næmingar í fyrsta flokk árini 2012, tá 750 fóru í skúla. Í 2011 vóru 749 í fyrsta flokki og 740 í 2010. Skúlin við Løgmannabreyt í Hoyvík fær hálvthundrað børn í fyrsta flokk mánadagin. Í 13 skúlum vera færri enn tíggju børn í fyrsta flokki í hesum skúlaárinum. 30 børn fara í fyrsta flokk í frískúlunum. Tá løgtingið í gjár atkvøddi um fiskidagarnar, atkvøddi ein í samgonguni í móti uppskotinum hjá Jacob Vestergaard, landsstýrismanni. Samgongan tekur ikki tilráðingarnar hjá Havstovuni í nóg stórum álvara, sigur Eivin Jacobsen, sum heldur, at álitið hjá andstøðuflokkunum er nærri samgonguskjalinum enn álitið hjá samgonguni. Í fjør heitti helvtin av tingmanningini hjá Sambandsflokkinum, tað vóru Eivin Jacobsen, Reimund Langgaard, Helgi Abrahamsen og Rósa Samuelsen, á landstýrismannin at fylgja fiskifrøðini og skerja fiskidagarnar munandi. Í 2011 fekk Johan Dahl, sum tá var landsstýrismaður í fiskivinnumálum, eina umsitingarætlan frá einum arbeiðsbólki, sum segði, at í seinasta lagi í 2015 skal allur fiskiskapur eftir toski, hýsu og upsa í føroyskum sjógvi vera lívfrøðiliga og búskaparliga burðardyggur. Í samgonguskjalinum stendur beinleiðis, at umsitingarætlanin frá 24.oktober 2011 verður grundarlag undir viðgerðini av framtíðar reguleringum av fiskiskapinum av høvuðsfiskasløgunum, toski, hýsu og upsa. Tá tú í framtíðini fert at seta teg væl til rættis í einum ferðafólkaflogfari, verður útsýnið munandi betri enn tað, tú ert vanur við í ferðafólkaflogførunum, ið flúgva í dag. Í framtíðini verða øll ferðafólkaflogfør innan sum ein stórur sjónvarpsskíggi, har tú hevur frítt útsýni til alt, ið fer fram uttan fyri sjálvt flogfarið, sambært franskari fyritøku. Upptøkutól eru sett á skrokkin á flogførunum, og beinleiðis myndir í HD góðsku verða vístar, har fólkini sita, so tey fáa eina øðrvísi uppliving enn í dag. Fyritøkan Technicon Design France hevur júst vunnið eina kapping um, hvussu ferðafólkaflogfør kunnu síggja út í framtíðini. Um flogfør fara at síggja júst soleiðis út, er kortini ikki greitt enn. Í prestagjaldinum eru seks kirkjusóknir, í Skopun, á Sandi, í Skálavík, í Húsavík, í Dali og í Skúvoy. Umleið 1.250 fólk búgva í prestagjaldinum. Í lýsingini verður sagt, at væntað verður, at presturin verður fólksliga viðkomandi og sjónligur í landslagnum. Umsøkjarar skulu hava lokið prógv í gudfrøði og lúka krøvini, ið lóggávan annars setir fyri at gerast prestur í fólkakirkjuni í Føroyum. Jákup Reinert Hansen hevur verið sóknarprestur á Sandi síðani 1982, men í heyst fer hann í starv sum lektari á Fróðskaparsetrinum. Russland hevur sett innflutningsbann fyri fiski úr millum annað Norra og ES. Hetta kemur norðmonnum dátt við, tí áleið 20 prosent av norska sildaútflutninginum fór til Russlands. Norska fiskivinnan ætlar nú at sleppa inn á russiska marknaðin kortini. Stjórin á norska Vartdal Seafood sigur ein møguleika verða, at norski fiskurin verður landaður í Føroyum og seldur Russlandi sum føroysk vøra. Norska fyritøkan Pelagia, sum er millum størstu fiskaútvegarar í Evropa, tekur als ikki undir við hesum leistinum. Stjórin, Egil Magne Haugstad, vísir á, at orsøkin til innflutningsbannið er spenta støðan millum Russland og Ukraina. Norra stendur vanliga saman við vesturheiminum í krígsstøðu, og tað skal ikki broytast nú, heldur hann. Seinastu árini hjá Michael Jackson vóru rættiliga turbulent. Hann var fyri einum óhappi, sum bar í sær, at hann fyri fyrstu ferð tók linnandi heilivág, ið hann seinni varð bundin av og sum eisini kostaði honum lívið. Í 1993 varð hann fyrstu ferð skuldsettur fyri pedofili. Hann gekk við til eina avtalu við pápa drongin, sum kravdi 20 milliónir dollarar, og soleiðis slapp Michael Jackson undan at verða drigin fyri rættin. Hann giftist við Lisu Marie Presley. Tey vórðu skjótt skild. Hann átti trý børn, og í 2003 varð hann aftur skuldsettur fyri barnamisnýtslu. Hesaferð kom hann fryri rættin og varð ákærdur í 10 punktum. Í juni 2005 varð Michael Jackson fríkendur fyri allar ákærur, men hetta broytti Michael hann flutti ongantíð aftur til Neverland, bleiv tunglyntur, og tablettmisnýtslan versnaði. 25. juni í 2009 andaðist Michael Jackson. Sagt varð, at hann doyði av hjartaslag, ið stóðst av narkosumedisininum Propofan. Læknin varð ákærdur fyri at vera atvoldin til, at Michael Jackson doyði, og í 2011 varð læknin dømdur fyri óviljað manndráp. Knívurin, ið varð funnin í húsunum í Hvalba, kann vera brúktur í drápsmálinum. Fyrst mugu fleiri tekniskar kanningar gerast, sigur kanningarleiðarin hjá løgregluni. Um hetta er knívurin, ið varð brúktur, kunnu vit ikki siga nakað um enn. Tað mugu tekniskar kanningar vísa, og tað tekur drúgva tíð, sigur Jón Klein Olsen við útvarpið. Knívurin, ið løgreglan nú fer at kanna nærri, varð funnin í húsinum í Hvalba, har 36 ára gamli Hjalmar Holm varð funnin myrdur leygardagin í seinastu viku. Ein 23 ára gamal maður varð í grundlógaravhoyring í Føroya rætti sunnudagin varðhaldsfongslaður til 5. september, skuldsettur fyri at hava dripið 36 ára gamla mannin. Í brævi, sum Atlantic Airways hevur sent Skráseting Føroya og partaeigarunum, stendur, at selja og avhenda partaeigararnir ikki partabrøvini til Vinnumálaráðið, áðrenn freistin er úti 26. september klokkan 16, verður innloysingarupphæ ddin deponerað á konto í Bank Nordik. Innloysingarupphæddin er upphæddin, sum partaeigararnir hava fingið í boði at selja síni partabrøv fyri, og tað er 210 krónur fyri hvørt partabrævið, sum hevur navnvirðið 100. Tá pengarnir eru komnir í varðveitslu deponeraðir kunnu partaeigararnir fáa pengarnar við at venda sær til sín banka, sum skal senda BankNordik ein játtan um at selja partabrøvini. Nógv teir flestu privatu partaeigararnir hava longu tikið av tilboðnum frá felagnum um at selja partabrøvini fyri kurs 210. Og tað almenna og Atlantic Airways eiga nú 95,72 prosent av Atlantsflogi. Men enn eru nakrir partaeigarar, sum ikki hava selt partabrøvini. Men teir hava ongan annan møguleika enn at selja, tí landið og Atlantic Airways eiga meira enn 90 prosent av felagnum. Um ein partaeigari er ónøgdur við innloysingarkursin, kann hann sambært partafelagslógini krevja, at ein Føroya rættur setur ein serfrøðing at meta um kursin. Og um serfrøðingurin kemur til ta niðurstøðu, at innloysingarkursurin er hægri enn tann, sum Vinnumálaráðið hevur boðið, skal hesin kursurin verða galdandi fyri allar partaeigarar, sum verða tvingsilsinnloystir. Partaeigarinskal gjalda eina slíka meting, ella kann Føroya rættur áseta, at Vinnumálaráðið heilt ella lutvíst skal rinda kostnaðin. Tingmanningin hjá Sambandsflokkinum fer nú at viðgera avgerðina hjá Eivini Jacobsen at atkvøða ímóti uppskotinum hjá Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni, um óbroyttar fiskidagar, men fyri uppskotinum hjá andstøðuni um at skerja fiskidagarnar fimm prosent. Eivin Jacobsen sigur, at samgongan tekur ikki tilráðingarnar frá Havstovuni í nóg stórum álvara, og tað er høvuðsorsøkin til, at hann atkvøddi, sum hann gjørdi. Hann heldur, at álitið frá andstøðuni í Vinnunevndini var nærri tí, sum stendur í samgonguskjalinum, enn álitið frá samgonguni Alfred Olsen, formaður í tingbólkinum hjá Sambandsflokkinum, sigur, at enn hevur flokkurin ikki tikið støðu til spurningin um atkvøðugreiðsluna hjá Eivini Jacobsen. Tað verður viðgjørt innanhýsis fyri triðju viðgerð í morgin, sigur hann. Í fjør mælti helvitn av tingmanningini hjá Sambandsflokkinum, tað vóru Eivin Jacobsen, Reimund Langgaard, Helgi Abrahamsen og Rósa Samuelsen, til at fylgja fiskifrøðini og skerja fiskidagarnar munandi. Í 2011 fekk Johan Dahl, sum tá var landsstýrismaður í fiskivinnumálum, eina umsitingarætlan frá einum arbeiðsbólki, sum segði, at í seinasta lagi í 2015 skal allur fiskiskapur eftir toski, hýsu og upsa í føroyskum sjógvi vera lívfrøðiliga og búskaparliga burðardyggur. Í samgonguskjalinum stendur beinleiðis, at umsitingarætlanin frá 24.oktober 2011 verður grundarlag undir viðgerðini av framtíðar reguleringum av fiskiskapinum av høvuðsfiskasløgunum, toski, hýsu og upsa. Fyrsta dagin eru 25 fólk til arbeiðis á Pelagos, men tá gongd er komin á, verða tey umleið 70. Pelagos kostar 220 milliónir krónur, nú tað verður tikið í nýtslu. Leygardagin 16. august skipar Tórshavnar Golffelag, í samstarvi við BankNordik, fyri opnari golfkapping á golfbreytini á Glyvursnesi. Tað, at kappingin er opin merkir, at tað ikki er neyðugt at vera limur í felagnum fyri at kunna luttaka. Ovastevnan er uppkallað eftir Ova Joensen sála, ið róði frá Nólsoy til keypmannahavnar í 1986. Ovastevna er ein stevna fyri øll, og verður hildin í Nólsoy, ið var heimbygdin hjá Ova Joensen. Ove vildi savna pening til ein svimjihyl til bygdina. Tað er í hesum anda, at skipa verður fyri Ovastevnuni á hvørjum ári. Bretski hugskotsbankin, New Economics Foundation, er ikki í iva ger arbeiðsvikurnar styttri, heimurin gerst betri at liva í hjá øllum og tú fært eitt munandi betri lív. Uppleggið hjá New Economics Foundation er, at vanligar arbeiðsvikur heldur áttu at verið tríggjar arbeiðsdagar heldur enn fimm arbeiðsdagar, sum arbeiðsvikur eru nú. Smábarnafamiljur fáa eitt betri lív, búskapurin batnar, arbeiðsloysið verður minni, betri javnstøða verður millum kynini, og tú fært meira tíð saman við familju og vinum. Skulu fólk í øllum heiminum hava styttri arbeiðsvikur, má tað gerast líðandi. Tað eru bert fyrimunir, um fólk arbeiða minni enn tey gera nú, metir New Economics Foundation. Lond, har fólk arbeiða minni, hava minni CO2 útlát. Í londum, har fólk arbeiða nógv sum til dømis í Bretlandi verður meira orka brúkt, og tí verður eisini meira dálkað. Styttri arbeiðsvikur kunnu tryggja sosiala og búskaparliga javnstøðu, og betra um gjaldførið. Í Hollandi og Týsklandi, har arbeiðsvikurnar eru styttri enn til dømis í Bretlandi, er búskapurin eisini sterkari. Starvsfólk, ið arbeiða færri tímar, eru meira virkin og gera meira til nyttu enn tey, ið arbeiða meira enn 40 tímar um vikuna. Fólk, ið hava styttri arbeiðsvikur, eru eisini sjáldan sjúk, og eru meira støðug. Meðan nøkur starvsfólk arbeiða meira enn gott er, eru onnur, ið hava ilt at fáa arbeiði. Styttri arbeiðsvikur kunnu tryggja arbeiði til allar hendur og minka um samlaða arbeiðsloysið í heiminum. Styttri arbeiðsvikur minka um strongd hjá starvsfólkum, og fólk fáa tað betri bæði sálarliga og kropsliga. Hetta kann tryggja, at mynstrið á arbeiðsmarknaðinum, har fólk arbeiða meira enn neyðugt, verður broytt. Kvinnur brúka í løtuni fleiri arbeiðstímar til ólønt arbeiði enn menn. Styttri arbeiðsvikur kunnu gera sítt til, at betri javnvág verður millum kynini, tá talan er um ólønt arbeiði. Hetta kundi tryggjað betri javnvág millum kvinnur og menn og býtið á óløntum og løntum arbeiði. Stóri eftirspurningurin eftir barnaansing stavar frá mentanum, har fólk hava langar arbeiðsdagar. Styttri arbeiðsvikur kunnu tryggja foreldrum meira tíð saman við børnunum, og barnaansingin verður bíligari. Minni tíð á arbeiðsplássinum hevði økt um tíðina, fólk kunnu vera saman við familju, vinum og kenningum. Styttri arbeiðsvika hevði eisini gjørt sítt til at vit høvdu fingið eitt sterkari samfelag. Styttri arbeiðsvikur kunnu gera, at tað verður lættari hjá fólki at fara frá einum longum arbeiðslívi til pensjónistatilveruna, verður tað gjørt líðandi. Fólk kundu til dømis arbeitt minni tey seinastu 10 áriniu, tey eru á arbeiðsmarknaðinum. Vóru arbeiðsvikurnar styttri, høvdu fólk eisini havt betri stundir at verið uppi í virksemi í grannaløgum og býlingum. Fólk høvdu eisini fingið betri stundir at verið uppi í politikki og sjálvi verið við til at skapt broyting í heiminum. Bíðað veður framvegis eftir skrivligu váttanini úr Russland, sum skal staðfesta, at Føroyar ikki er fevndar av innflutningsbanninum, sum Russland hevur sett Noregi, ES, USA, Kanada og Avstralia. Uttanríkistænastan fekk fyrr vikuni munnliga váttan um frá russiskum myndugleikum og russisku sendistovuni í Keypmannahavn, at bannið fevnir ikki um Føroyar. Tað er av stórum týdningi fyri føroysku útflutningsvinnuna at fáa váttanina skrivliga, tí signalini frá kundum úr Russlandi hava verið ymisk og ógreið. Føroyar eru partur av danska ríkinum, og tá Danmark er limur í ES, sum Russland bannar innflutningi av vørum, hevur verið stúrt fyri, at bannið eisini skuldi fevna um Føroyar. Talan er um 56 ára gamla Modupeh Cole, skrivar amerikanska blaðið The New York Times . Cole var sjálvur í viðgerð fyri virusið á eini læknamiðstøð, sum felagsskapurin læknar uttan landamørk standa á odda fyri. Men viðgerðin var ikki nóg mikið til at bjarga lívinum hjá 56 ára gamla læknanum. Cole varð smittaður av Ebola, tá hann viðgjørdi ein sjúkling á sjúkrahúsi í høvuðsstaðnum í Sierra Lione, Freetown. Sjúklingurin hevði eisini fingið staðfest Ebola. Heimsheilsustovnurin WHO ber ótta fyri, at Ebola virusið nú fer at breiða seg til Kenya, har høvuðsstaðurin, Nairobi, er knútapunkt í flogferðsluni í Afrika. Tí verður stúrt fyri, at Ebola virusið kann breiða seg enn skjótari. Umsitingarætlanin um fiskivinnuna frá 2011 varð ongantíð staðfest. Og Havstovan gjørdi móti andanum í ætlanini, tá hon mælti til at skerja fiskidagarnar. Arbeiðsbólkurin, sum gjørdi umsitingarætlanina, mælti til ikki at gera ov stórar broytingar í fiskidøgum og øðrum reguleringum frá ári til árs. Tað skuldi geva vinnuni tryggari karmar. Í januar mánaði varð Christiano Ronaldo valdur til besta leikara í heiminum. Nú hevur hann eisini møguleikan at vinna heiðurin í Evropa. Travel Channel samstarvar við føroysku fyritøkuna Filmgear.fo. Michael Koba er ein av stovnarunum í Filmgear.fo, og var hann gestur í Karusellini í dag. Javnaðarflokkurin vil hava greiði á, at undantaksloyvini at fiska makrel í føroyskum sjógvi geva varandi rættndi til skip, sum annars bert hava loyvi at fiska í altjóða sjógvi. Pelagos hevur kostað 220 milliónir krónur. Í gjár vóru umleið 30 fólk til arbeiðis, men tá gongd er komin á, verða eini 70 80 fólk til arbeiðis á virkinum. Vanliga selur hann fisk i Vágsbotni, men fyrrapartin í gjár var hann við hús, har hann og konan gjørdu fiskafrikadellur at selja. Meðan sjónvarpið vitjaði Mortan Johannesen, kom enn eitt sjónvarpslið at tosa við hann. 73 ára gamli Christoffer Jensen hevur hvørki bil ella koyrikort. Hann er pensjóneraður lærari, og hevur búð eitt hanagleiv frá skúlanum meginpartin av lívinum. Rúni M. Hansen, sum er stjóri fyri virkseminum hjá Statoil í Føroyum, sigur, at boringin hevur givið teimum týðandi upplýsingar, sum skulu brúkast til at gera av, hvussu farast kann fram í víðari virkseminum hjá Statoil. Játtanin í ár heldur ikki, og tí hevur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, lagt uppskot fyri løgtingið um sjey milliónir krónur í eykajáttan Heilsumálaráðið sigur, at miðalkostnaðurin fyri serviðgerðina í fjør vísti seg at vera munandi størri enn væntað, og í ár hava verið fleiri sjúklingaferðir enn roknað varð við. Harafturat sigur Heilsumálaráðið, at umleggingar av roknskapinum hjá Region Hovedstaden hava gjørt tað truplari enn vanligt at meta um støðuna. Nógvar rokningar fyri í fjør 30 milliónir av tilsamans 103 milliónum komu ikki Landssjúkrahúsinum í hendur fyrr enn eftir ársenda, sigur Heilsumálaráðið. Og hetta er ikki øðrvísi enn tað, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, nú Eivin Jacobsen í Sambandsflokkinum atkvøddi ímóti uppskoti hansara um fiskidagarnar. Triðja viðgerð verður í dag, og Eivin Jacobsen segði í gjár, at hann aftur í dag fer at atkvøða ímóti landsstýrismanninum og samgonguni. Tórshavnar býráð samtykti í gjárkvøldið at játta góðar 74 milliónir krónur av íløgunum hjá Tórshavnar havn til at gera Sjóvinnuhúsið liðugt. Hølini kunnu nýtast til eitt nú oljuvinnu, offshore, havtøkni, aling og gransking. Eisini er t ætlanin at hýsa íverksetan og skeiðvirksemi. Eftirspurningurin eftir at leiga skrivstovuhøli í Sjóvinnuhúsinum hevur verið stórur, hóast bygningurin ikki verður endaliga liðugur fyrr enn um árskiftið 2015 2016, sigur Sjúrður Olsen, sum er formaður í Vinnunevndini í Tórshavnar býráði. Bygningurin er í fimm hæddum, sum skulu hava 2800 fermetrar av skrivstovum, einar 2200 fermetrar til felagsøki, og harumframt verður goymsla, verkstað, tøknirúm og matstova. Skitsuprosjektið varð gjørt og góðkent seinasta heyst. Arbeiðið hevur síðan verið boðið út, men tilboðini vórðu mett at vera nakað dýr, og tí varð farið at samráðast við tey feløg, sum høvdu lægstu tilboðini. Samlaði kostnaðurin fyri bæði klæðing og innrætting er nú umleið 94 milliónir krónur, t.v.s. at 7.100 fermetrar fáast fyri 13.200 krónur fyri hvønn fermetur, sigur Sjúrður Olsen. Havnarmeistarin, Jónsvein Lamhauge, mælti herfyri til at gera arbeiðstøkusáttmálar við feløgini og at játta góðar 74 milliónir krónur burtur av íløgunum hjá Tórshavnar havn fyri 2014 og 2015. Og hetta samtykti býráðið í gjárkvøldið. Hvat hugsa fólk um valdu starvsleiðina Ein teirra, ið stórtrívist sum rottangabilførari er Jacob Villumsen. Hann røkir starvið saman við beiggja sínum. Mær dámar ómetaliga væl starvið sum rottangabilførari. Um fólk spyrja, hvat eg geri, sigi eg júst sum er, sigur Jacob Villumsen í samrøðuni, ið var send í Summarmorgni tann 15 08 2014. Løgtingið avgreiddi fyri løtu síðani uppskotið frá Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni. Við triðju viðgerð vóru 19 atkvøður og 12 ímóti. Eivin Jacobsen úr Sambandsflokkinum, sum við aðru viðgerð atkvøddi ímóti uppskotinum frá landsstýrismanninum, segði undan viðgerðini í dag, at hann fór eisini at atkvøða ímóti uppskotinum við triðju viðgerð, kom einki broytingaruppskot. Men í dag atkvøddi hann blankt. Við aðru viðgerð atkvøddi Eivin Jacobsen yri uppskotinum frá andstøðuni í Vinnunevndini, sum mælti til at skerja fiskidagarnar fimm prosent. Hevur lív nakrantíð verið á gongustjørnuni Mars Og um so er, hvat skap høvdu hesar livandi verur Hesir spurningar eru høvuðsmál hjá amerikansku rúmdarkanningarstovnunum NASA og ESA á kanningarferðum til Mars. Curiosity, sum er rúmdarakfar hjá NASA, ferðast í løtuni á Mars við hópin av útgerð, so sum myndatólum og øðrum tólum, sum kunnu kanna steinsløg og lívrunnin evni. Ein nýggjur rúmdarrobottur, nevndur ExoMars, hjá ESA, væntast at vera klárur í 2018. Hann fer at hava boriútgerð, sum er før fyri at taka tríggjar metrar djúpar royndir av yvirflatuni á Mars. NASA fyrireikar í løtuni Mars 2020 kanningarferðina, har ætlanin er at savna inn hópin av tilfari á Mars, sum verður tikið heim til Jørðina seinni til nágreiniligar kanningar. Síðan 2003 eru hesi rúmdarakfør ment á støðum á Svalbard, sum minna um Mars. Hetta er partur av norsku verkætlanini AMASE Arctic Mars Analog Svalbard Expedition . Nýggjar dátur um legugrýti á Mars vísa, at føroyska kolalindin minnir um tilfar frá Mars. Eins og á Mars stava føroysk sedimentir frá tærdum basalti, har leysa tilfarið verður ført við vatni út í áir og vøtn. Verkætlanin AMASE 2014 ætlar at brúka støð í Suðuroy og á Tindhólmi til at kanna vísindaligar spurningar og at royna tól umborð á ExoMars robottinum hjá ESA. Slíkar dátur úr Føroyum verða liður í fyrireikingunum av rúmdarferðini, tá robotturin ExoMars skal lenda á gongustjørnuni Mars í 2019. Formaðurin í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum kallar tað álvarsligt mistak , at landsstýrismaðurin og Fiskimálaráðið lata skip, sum skuldu fiska á fjarleiðum, loyvi at at fiska makrel undir Føroyum, og síðani selja loyvini til onnur reiðarí Landsstýrismaðurin vardi seg í tinginum fyrrapartin og segði, at hann og Fiskimálaráðið halda seg til lógina um vinnuligan fiskiskap. Hóast nýggi vinnustjórin í Bank Nordik einans er 31 ára gomul, so hevur hon longu havt fleiri leiðarastørv í bankanum. Hetta kemur tó ikki óvart á tey, sum kenna Turið F. Arge. Unga kvinnan er framsøkin, og hevur altíð havt ferð á yrkisleiðini. Hon dylir ikki fyri, at hon er eitt kappingarmenniskja, sum leggur nógv fyri at røkka málunum. Í kvøld fortelur Turið F. Arge um avbjoðingar á leiðini, og um at megna eitt familjulív, samstundis sum eitt krevjandi arbeiði togar í hana. Á ferðini skal uttanríkisráðharrin hava fund við løgmann, og teir báðir hava tíðindafund á Løgmansskrivstovuni seinnapartin týsdagin. Vanligi prísurin á farleiðini er 20 krónur fyri børn og pensjónistar, og vaksin rinda vanliga 40 krónur aftur og fram. Men leygardagin á middegi fer tað at kosta 100 krónur og 50 krónur fyri børn. Á myndini sæst manningin í Cream Crackers í Klubbatrappuni. árið er 1969. Úr erva Djóni Andreasen, Hans Chr. Clementsen, Kári Leivsson kári p. og Per Debess. Løgtingið skal hava nýggjan stjóra, tí Súsanna Danielsen, sum hevur verið stjóri á løgtingsskrivstovuni í 18 ár, hevur sagt upp, og fer úr starvinum tann 1. november. Stjórin er dagligur leiðari í umsiting løgtingsins og skal millum annað hava eftirlit við, at at øll tingmál eru løgfrøðiliga og málsliga røtt. Talan er um níggju ymisk sløg av matvørum Hamburgarryggur, skinka, rullupylsa, oksabringa, saltkjøt, kálvarrullupylsa, luksus speygupylsa, roykt filet og neytaspeygupylsa við osti. John Mikkelsen, matstovuleiðari á Áarstovu, var gestur í Karusellini í dag. Hann greiðir frá, hvussu tú finnur rætta vínið og borðreiðir tað. Prátið snúði seg millum annað um, hví føroyingar eru so hugtiknir av enskum fótbólti, og so vórðu nakrir dystir tiknir fram av teimum, sum byrja ársins kapping. Leivur Frederiksen er ítróttarsamskipari í Kringvarpi Føroya. Statoil fann heldur onga olju hesaferð, men felagið hevur tvey loyvi eftir í føroysku undirgrundini. Tey fara úr gildi á nýggjárinum, og Statoil skal næstu mánaðirnar gera av, um felagið verður verandi í Føroyum, ella takkar fyri seg. Samanbrestirnir koma í kjalarvørrinum á eini hending seinasta vikuskifti, tá løgreglan í býnum skeyt ein tannáring, sum doyði av løstunum. Brynjað løgreglulið koyra í gøtunum, og aðru náttina á rað hava samanbrestir verið millum mótmælisfólk og løgreglu, skrivar tíðindastovan Ritzau. Handlar í býnum Ferguson eru rændir og løgreglan sæst mannsterk í vælvardum manningarvognum, í eini roynd at basa samanbrestunum í gøtunum. Ein talsmaður fyri løgregluna sigur, at løgreglan kendi seg noydda at skjóta 18 ára gamla drongin í sjálvverju. Sjónarváttar eru kortini ikki samdir. Eitt vitni ið fylgdist við 18 ára gamla manninum, ið løgreglan skeyt sigur, at maðurin var verjuleysur, og at tað tískil ikki var neyðugt hjá løgregluni at skjóta mannin. Næmingarnir eru skrivaðir inn í fleiri skúlar. 11 næmingar fara í Sankta Frans skúla, 8 næmingar farnir í Eysturskúlan, 7 í Venjingarskúlan, tríggir í Hoyvíkar skúla, tríggir í Kommunuskúlan og tveir næmingar eru farnir í skúlan á Argjahamri. Tórshavnar kommuna manglar at fáa afturmelding um, hvar tveir næmingar fara. Kommunans sigur, at foreldur og børn sjálvi hava gjørt av, hvønn skúla børnini skulu ganga í, og hava sjálv sett seg í samband vid skúlarnar. Tó hevur verið fult í nøkrum flokkum, sum næmingarnir ynsktu at koma í. Pláss hevur heldur ikki verið fyri, at allir næmingar komu í sama skúla. Sunneva Maria Gudmundsson, fyrrverandi skúlastjóri í Frískúlanum við Hoyvíkstjørn sigur, at tá skúlin lat aftur, heitti hon á foreldrini um at tosa saman og samskipa tað soleiðis, at næmingarnir koma at ganga í flokki saman við onkrum, sum tey kenna. Fyrrverandi skúlastjórin í Frískúlanum við Hoyvíkstjørn sigur, at nakrir næmingar eru komnir í sama flokk. Frískúlin við Hoyvíkstjørn boðaði mitt í juli frá, at skúlin ikki helt fram eftir summarfrítíðina . Orsøkin, til at Frískúlin við Hoyvíkstjørn stongdi, er millum annað hon, at skúlin seinastu árini hevur fingið ov fáar nýggjar næmingar. Ein sólskinsdag fór amerikanski listamaðurin Thomas Leveritt í eina park, har hann tók myndir av fólki undir ultraviolettum ljósi, meðan tey sóu seg sjálvi. Tey flestu gjørdust ovfarin av, hvussu teirra húð veruliga sær út. Árinini av sólini síggjast ikki í vanligum ljósi, men undir ultraviolettum ljósi sæst, hvussu húðin longu hevur fingið frøknur og pigmentplettar vegna sólarljósið. Árliga regattain, har siglt verður av Eiði til Nólsoy, byrjaði fríggjakvøldið, tá bátarnir fóru av Eiði til Hósvíkar. Tað gekk tó ikki sum ætlað, tá bátarnir skuldu sigla undir Brúnna við Streymin í gjárkvøldið. Tað var óforsvarligt, og onkur bátur fekk onkran smávegis skaða, sigur Eyðun Andreasen í Streymnesi, skipsførari, og sum eisini var við í bátafylginum fríggjakvøldið. Tá smábátarnir sigldu undir Brúnni um Streymin var av harðasta streymi, hóast tey høvdu fingið at vita, at tað skuldi vera av bestu líkindum at sigla um streymin á nátturða fríggjakvøldið. Tað er Hósvíkar róðrarfelag, ið skipar fyri árligu regattaini. Tey hava tískil eisini evstu ábyrgd av, at trygdin er í lagi, tá siglt verður av Eiði til Hósvíkar, har eisini nakrir bátar sigla víðari til Nólsoy dagin eftir. Har hendi ein misskiljing, tá bjargingarbáturin Lív fekk eina óvæntaða uppgávu við at sleipa ein bát. Tað er okkara ábyrgd, og tað taka vit sjálvandi á okkum, sigur Maiken Hammer í nevndini í Hósvíkar róðrarfelag. Tey fara nú at taka saman um árligu regattaina. Hon sigur, at tey longu nú hava avgjørt, at tað verða nakrar broytingar gjørdar næsta ár, millum annað við fleiri bjargingarbátum, tí trygdin skal vera í lagi, sigur hon. Í Dundurdali búgva sjey børn. Tey spæla næstan altíð, og ikki gongur tað altíð so friðarliga fyri seg. Helst má okkurt henda alla tíðina, og tað ger tað Her sigur Rúna frá, hvussu tey funnu uppá at hava barnafagnað. Tá sleppur Marita at spæla við lombini og øll hini djórini í Dundurdali. Um várið leypa tey av takinum á brenniskúrinum og ríða á tarvinum. Og tá ið jólini nærkast, kemur tíðin við siropskøkum, gávum og veitslu.Í dag eitur søgan Barnafagnaður í Dundurdali. Astrid Lindgren skrivaði og Ella Smith Clementsen týddi. Bókadeild Føroya Lærarafelag gav út í 2007.Vár Berghamar Jacobsen lesur. Í morgun hevu regnað óvanliga illa í Klaksvík og tað bar í sær, at fleiri áir floymdu um áarbakkarnar. Vágsáin var serliga stór. Teir hava grivið úr henni og nú rennur hon sum hon eigur. Finn Hansen, tilbúgvingarleiðari í Klaksvík, sigur, at teir eru eini 12 mans frá sløkkiliðnum til arbeiðis og nakrir frá kommununi. Nú er tamarhald á støðuni. Ósáin hevur eisini verið óvanliga stór og vatn er komið inn í kjallaran í Svimjihøllini í Klaksvík, og har verður nú pumpað. Finn Hansen heldur ikki, at Svimjihøllin hevur fingið nakran skaða av hesum. Í morgun hevu regnað óvanliga illa í Klaksvík og tað bar í sær, at fleiri áir floymdu um áarbakkarnar. Vágsáin var serliga stór. Teir hava grivið úr henni og nú rennur hon sum hon eigur. Finn Hansen, tilbúgvingarleiðari í Klaksvík, sigur, at teir eru eini 12 mans frá sløkkiliðnum til arbeiðis og nakrir frá kommununi. Nú er tamarhald á støðuni. Ósáin hevur eisini verið óvanliga stór og vatn er komið inn í kjallaran í Svimjihøllini í Klaksvík, og har verður nú pumpað. Finn Hansen heldur ikki, at Svimjihøllin hevur fingið nakran skaða av hesum. Enn hevur tilbúgvingarleiðarin ikki hoyrt um nakrar skaðar, men hann dugur ikki at siga um fráboðanir fara at koma seinni. Nú regnar minni nú og veðurmenninir siga turrari veður seinnapartin. Uttanríkisráðharrarnir úr teimum fýra londunum hittast í Berlin, og týski uttanríkisráðharrin Frank Walter Steinmeier vónar, at úrslitið verður, at bardagarnir í eystara parti av Ukraina halda uppat, og at tað verður møguligt at fáa bráfeingis neyðhjálp til økið, skrivar týska blaðið Bild. Blóðugu bardagarnir og ósemjan um russiska neyðhjálp hava gjørt støðuna enn spentari millum Ukraina og Russland. Men í gjár vóru tekin um, at londini nærkaðust í ósemjuni um neyðhjálparfylgið úr Moskva. Itar Tass skrivar, at stjórnin í Ukraina viðurkennir, at stóra russiska fylgið er eitt neyðhjálparfylgi. Annars hava stjórnin í Kijev og stórur partur av vesturheiminum havt illgruna um, at endamálið við russiska neyðhjálparfylginum var, at fáa vápn til uppreistrarfólkini í Eysturukraina. AFP tíðindastovan skrivar tó, at Reyði Krossur vil hava trygd fyri, at talan er um neyðhjálp, áðrenn felagsskapurin fer undir at fáa russisku neyðhjálpina inn í Ukraina. Sambært AFP tíðindastovuni hava 2.100 fólk latið lív í samanbrestum millum ukrainska herin og russiskt sinnaðu uppreistrarfólkini. Partarnir, sum hittast í dag, vóna, at fundurin millum urkainska uttanríkisráðharran Pavlo Klimkin og russiska starvsbróðurin Sergej Lavrov kann loysa kreppuna. Løgreglan í býum Ferguson í amerikanska statinum Missouri hevur blakað roykbumbur eftir mótmælisfólki, ið ikki virða útgongubannið, sum guvernørurin í statinum setti í gildi á miðnátt, skriva tíðindastovurnar úr amerikanska býnum. Mótmælisfólk hava verið á gøtunum í Ferguson síðan seinasta leygardag, eftir at løgreglan skjeyt og drap ein 18 ára gamlan littan drong. Mótmælisfólkini halda, at løgreglan skjeyt drongin, tí hann var littur. Í Íslandi er stórur spenningur, um gamla eldgosið Bárðarbunga har norðuri undir Vatnajøkli aftur fer at goysa. Nógvir jarðskjálvtar hava verið í økinum hetta seinasta samdøgrið. Serfrøðingar siga við íslendska kringvarpið, RUV, at tað er ikki ósannlíkt, at Bárðabunga fer at goysa. Í dag hevur fleiri ferðir verið flogið yvir økinum, og sagt verður, at enn hava tey ikki sæð tekin um, at tað er farið at goysa. Nú verður roynt at finna út av, hvønn veg tað fer. Tí verða mátingartól í dag sett upp á Vatnajøkli. Bergur Hermanns Bergsson, verkfrøðingur á Veðustovuni í Reykjavík, fór seinnapartin við tyrlu niðan á Vatnajøkul at seta eina mátingastøð upp. Hann sigur í samrøðu við Kringvarp Føroya, at mátingarstøðin skjótt skuldi givið nakrar greiðar ábendingar um støðuna. Vit vita ikki so nógv um hesa eldstøðina, sum er langt burtur frá bygdum øki. Tí er tað torført at siga hvat hendir, um Bárðarbunga fer at goysa. Men tað er ikki óhugsandi, at eitt slíkt gos kann fara at minna um gosið í Eyðjafjallajøkli fyri fýra árum síðani, sigur Bergur Hermanns Bergsson við Útvarpið í kvøld. Bannið kemur í gildi týsdagin og er galdandi fyri ferðafólk, ið koma úr londum í Vesturafrika, har sjúkan herjar. Talan er um Liberia, Sierra Leone og Guinea. Flogfør úr hesum londum sleppa ikki at seta seg í Kenya. Flogfør hjá Kenya Airways hava eisini avlýst allar túrar til Liberia og Sierra Leone frá týsdegnum at rokna. Sambært heimsheilsustovnuninum, WHO, eru 1145 fólk higartil deyð av ebola. Tilsamans eru 2127 fólk í Guinea, Liberia, Nigeria og Sierra Leone smittað. Tað finst ongin heilivágur móti sjúkuni, men í løtuni verður ein nýggur heilivágur royndur, fyri at vita, um hann kann stegða sjúkuni. Tríggir afrikanskir læknar hava fingið heilivágin, sum ein amerikanskur lækni eisini fekk, tá hann gjørdist sjúkur av ebola. Nýggja uppsjóvarvirkið Pelagos í Fuglafirði hevur nú tikið ímóti tveimum smáum lastum av makreli. Hósdagin legði Fagraberg 225 tons upp til virkið, og í gjár var Tummas T við 100 tonsum. Jóhan Páll Joensen, stjóri á Pelagos, sigur, at tey hava havt ávísar byrjunartrupulleikar, sum vinnast skal á. Serliga í frystingini hava byrjunartrupulleikar verið, men stjórin sigur, at hetta er ikki annað enn tey høvdu væntað. Jóhan Páll Joensen sigur, at neyðugt verður við nøkrum smærri nøgdum afturat, áðrenn virkið kann arbeiða við fullari megi. Hann vónar, at tey hava vunnið á byrjunartrupulleikunum um eina viku. Boripallurin West Hercules kemur eftir ætlan inn á Skálafjørðin til umvælingar mikudagin. Tvær síðuskrúvur á boripallinum skulu skiftast og aðrar umvælingar skulu gerast, áðrenn boripallurin setur kós móti Nýfoundlandi, har hann skal leita eftir olju fyri Statoil, nú tað ikki eydnaðist at finna olju nærindis hetlendska markinum. Sambært heimasíðuni oljan.fo verður arbeiði til millum 100 og 200 fólk í sambandi við umvælingarnar. Eitt nú eru 24 norskir kavarar komnir til Føroya a skifta síðuskrúvurnar. Men arbeiði verður eisini til føroyingar. Boripallurin fer væntandi at liggja á Skálafjørðinum í ein mánað. Í morgun byrjar ókeypis almenna busskoyringin í Klaksvík, og nú fer Fuglafjarðar kommuna eisini at royna seg við ókeypis busskoyring millum Fuglafjørð og Kambsdal. Bussleiðin byrjar í morgun, nú børnini fara aftur í skúla. Ætlanin er at royndarkoyra tað, sum er eftir av hesum árinum, og síðani at eftirmeta skipanina. Øll, sum búgva í Fuglafjarðar kommunu, kunnu brúka bussleiðina ókeypis. Nýggja skipanin krevur tó ikki, at hvørt viðskiftafólk skal hava eitt busskort við til túrarnar, stendur at lesa á heimasíðuni hjá kommununi. Summi halda, at mannligir sjúkrarøktarfrøðingar eru samkyndir, tí teir starvast í einum yrki, ið vanliga verður sett í samband við kvinnur, siga Bergur A. Dalsgarð og Kristian Dalsá, ið báðir lesa sjúkrarøkarfrøði. Felagið fyri føroyskar sjúkrarøktafrøðingar og sjúkrafrøðilesandi hevur umleið 900 limir. Av teimum 900 limunum eru bert 5 mannfólk. Fimti mannligi limurin varð útbúgvin í ár. Í Danmørk var fyrsti mannliga sjúkrarøktarin útbúgvin í 1951. Eftir langt kjak tók Fólkatingið í 1955 avgerð um, at heitið sjúkrasystir skuldi nýtast um bæði kvinnur og menn við somu útbúgving. Harvið fall heitið sjúkrarøktari burtur, og menn skuldu nú bera heitið sjúkrasystir . Hóast 59 ár eru liðin, er avgerðin ikki broytt. Nýggjar kanningar í Danmørk vísa, at starvsleiðin enn er tengd at fordómum við atliti til kyn. Í Føroyum hava sjúkrarøktarfrøðingarnir tó eitt kynsóheft heiti, sum er sjúkrarøktarfrøðingur. Hetta heitið kom í lag, tá ið útbúgvingin fór frá at vera ein professiónsbachelor til at vera ein bachelor útbúgving. Men basir hendan broyting fordómunum Til tess at skifta orð um at vera mannligur sjúkrarøktarfrøðingur, komu Bergur A. Dalsgarð og Kristian Dalsá í útvarpsstovuna í sendingini Summarmorgun. Arbeiðsbólkurin vísir á, at eins og yvirlit er gjørt yvir alla ta jørð, sum landið eigur, kann eisini verða skrásett, hvat jørð ymsastaðni í landinum verður seld fyri. Hugsanin er, at festijørðin verður seld fyri ein prís, sum kann ásetast við grundarlagi undir hesum skrásettu prísum Spurningurin um prísáseting er ikki viðgjørdur ítøkiliga enn, sigur landsstýrismaðurin, men hann viðgongur í svarinum, at ein søla av jørðini í sjálvum sær økir um fíggjarligu avbjóðingarnar fyri keyparan av jørðini. Fýra fólk aftrat eru smittað við listeriabakteriu í Danmark. Tað boðar Statens Serum Institut frá í morgun. Frammanundan eru 20 fólk smittað. Fyribils er eingin sjúkutilburðir staðfestur í Føroyum. Miklagarður í Havn kallaði tó í farnu viku fleiri kjøtvørur aftur. Orsøkin var, at kjøtvørurnar møguliga vóru skornar við somu maskinu í Danmark, sum ein rullupylsa frá fyritøkuni Jørn A. Sjálvstøðugur føroyskur limaskapur í heimshandilsfelagsskapinum WTO og broytingar í uttanríkispolitisku heimildarlógini standa ovast á breddanum, tá uttanlandsnevndin hjá løgtinginum í morgin fer at hava fund við danska uttanríkisráðharran, Martin Lidegaard, sum kemur til Føroya á árliga arbeiðsvitjan. Kvinnurenningin var á fyrsta sinni í Hoydølum tann 20.august 2005 og ætlanin var, at hetta skuldi vera eitt afturvendandi tiltak. Tað eydnaðist í 2006 og 2007, men í 2008 var ongin kvinnurenning. Samstarv við blaðið Kvinna varð fíngið í lag í 2009, og tá kom av álvara ferð á Kvinnurenningina. Í samband við Kvinnurenningina hevur rennifelagið Bragdið skipað fyri ókeypis venjingartilboði í tveir mánaðir uppundir renningina. Kvinnurnar hava vant leygarmorgnar og hósdagar. Summarmorgun var á Tórsbreyt hósdagin og skifti orð við tríggjar luttakarar, ið luttóku í venjingini. Tórshavnar k ommuna sigur í tíðindaskrivi, at og hóast fleiri útskolingar og eina klorering, so eru bakteriur framvegis í vatninum á Signabø. Niðurstøðan hjá kommununi er, at dálkað vatn á onkran hátt setur inn í drekkivatnskervið. Leita verður eftir brekinum, og kommunan frættir fegin frá fólki á Signabø, um onkur heldur seg vita, hvør orsøkin kann vera. Mikudagin 20 august 2014, júst eitt ár eftir, at ES setti handilsforðingar í verk móti Føroyum, verða handilsforðingarnar settar úr gildi. At handilsforðingarnar nú verða settar úr gildi, merkir fyrst og fremst, at føroysk skip sleppa í ES havn, og at sølufyritøkurnar hjá uppsjóvarvinnuni í Føroyum sleppa at selja fiskin til stóra ES marknaðin. ES marknaðurin var størsti marknaðurin fyri føroyskan uppsjóvarfisk, áðrenn handilsbannið fyri einum ári síðani noyddi sølufyritøkurnar at finna nýggjar keyparar eystanfyri og í Afrika. So nógv og áhaldandi virksemi er nú í økinum undir Vatnajøkli, at granskarar í Íslandi nú meta størri sannlíki fyri, at gamla eldgosið Bárðarbunga fer at goysa, enn at einki eldgos verður. Bergur Hermanns Bergsson, verkfrøðingur, sum hevur ábyrgdina av mátingartólunum á Veðurstovuni, fylgir væl við hvat hendir undir Vatnajøkli. Føroya Fólkaháskúli er í hesum døgum karmur um altjóða frálæru í klassiskum tónleiki, har endamálið er at menna tónlistarligu førleikarnar til at spæla í orkestri. 35 næmingar úr øllum Europa umframt Suðuramerika eru við, og lærararnir hava drúgvar royndir á altjóða støði. Klassiski festivalurin er samstundis seinasti parturin av Summartónum 2014, og endar við trimum konsertum um vikuskiftið Í Listaskálanum fríggjakvøldið kl. 20, í Havnar kirkju leygardagin kl. 11.30, og í Norðurlandahúsinum sunnudagin kl. 16. Vit hitta Elina Hentze, Miina Jarvi og Federico Morresi. Tvey myndatól, 11.000 myndir og arbeiði í umleið eitt ár. So drúgva tíð tók tað myndamanninum, Milton Tan, úr Singapore at gera hendan stutta filmin, ið vísir flogferðsluna í Singapore Changi Airport á náttartíð. Tær 11.000 myndirnar eru settar saman í ein stuttfilm í eini sonevndari tíðartódn á enskum Timelapse , har til ber at vísa hendingar, ið vóru fleiri tímar, eftir bert fáum minuttum. Í upptøkunum niðanfyri sært tú alla flogferðsluna tvær summarnætur í fjør, eftir bert hálvum fjórða minutti. Í miðal eru einans 90 sekund ímillum, at flogfør koma og fara í floghavnini í Singapore. Fyrstu sjey mánaðirnar vórðu skrásettir 966 nýggir persónbilar, tað eru 97 fleiri enn somu tíð í fjør. Vøksturin er góð 11 prosent. 31. mai 2014 var fólkatalið 48.456. Í 12 mánaðar skeiðinum, frá 1. juni 2013 til 31. mai 2014, var burðaravlopið 248, og nettoflytingin av landinum var 16 fólk. Fólkatalið vaks sostatt 232 fólk, skrivar Hagstovan á heimasíðuni. Tøknin til at gagnnýta orkuna í sjóvarfalsrákinum er í stórari menning úti í heimi, og spírar til líknandi virksemi síggjast nú eisini í Føroyum. Í framløguni verður leysliga greitt frá um hesa tøknina, og um ætlanir at seta út hesa tøknina hjá næstu grannum okkara fyri sunnan. Síðani verður greitt frá verkætlan, har streymmátingar og teldumyndlar eru nýtt til at meta um orkunøgdina, sum er í rákinum í føroysku sundunum. Formaðurin í mentanarnevndini í løgtinginum, Bjarni Djurholm, er farin at ótolnast eftir, at løgmaður og landsstýrismaðurin í mentamálum fáa avgreitt spurningin um almennan Holocaust dag í Føroyum. Í 2005 samtykti ST, at 27. januar skuldi vera altjóða minningardagur fyri Holocaust undir seinna heimsbardaga og fólkadráp, sum hava verið síðani stóru jødatýningina. Samstundis heitti ST á øll lond um at seta dagin í gildi sum minningardag. Í fyrispurningunum vísir Bjarni Djurholm til almennu flaggkunngerðina, sum seinast varð broytt í 2003, tá avgjørt varð, at flaggast skal á samiska tjóðardegnum. Talan var tá um avgreiðslumál. Somuleiðis kundi staðfestingin av almenna Holocaust degnum verið ein avgreiðsluspurningur, sum kann avgreiðast frá degi til dags, sigur Bjarni Djurholm. Hann vísir á, at endamálið við einum Holocaust minningardegi er at ávara móti hugburði og atburði, sum kann føra til fólkadráp, at menna undirvísing og undirvísingartilfar, sum kann forða fyri fólkadrápi, og at avdúka og forða fyri avnokting av Holocaust og fólkadrápum. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, ætlar sær ikki at koma við nakrari frágreiðing til Jákup Mikkelsen, løgingsmann og partamann sín í Fólkaflokkinum, sum vil hava at vita, um handfaringin hjá Fiskimálaráðnum av veiðiloyvum samsvarar við lógina. Málið snýr seg um veiðiloyvini í Suðurkyrrahavinum, sum við vælsignilsi úr Fiskimálaráðnum eru vekslað um til virðismikil makrelloyvi í føroyskum sjógvi. Jákup Mikkelsen bað eftir hvassorðaðan tingfund fríggjadagin um at fáa eina frágreiðing frá Fiskimálaráðnum og landsstýrismanninum um, hví hendan handfaringin er loyvd. Landsstýrið fær helst í morgin skrivligu váttanina úr Russlandi, sum skal staðfesta, at Føroyar eru ikki fevndar av innflutningsbanninum í Russlandi. Uttanríkistænastan í Tinganesi hevur umvegis føroysku sendistovuna í Keypmananhavn fingið at vita frá russisku sendistovuni í Keypmannahavn, at skrivliga váttanin er klár í morgin. Ivi var um støðu Føroya, tí Russland hevur bannað innfluttningi úr ES. Føroyar eru partur av danska ríkinum, og Danmark er limur í ES. Men føroyskir myndugleikar hava fingið váttan fyri, at bannið fevnir ikki um Føroyar, og skrivliga váttanin er nú á veg. Tað hevur stóran týdning fyri føroysku vinnuna at fáa hesa váttan skrivliga, tí signalini frá kundum úr Russlandi hava higartil verið ógvuliga ymisk. Heðin er føddur í 1950, hann er ættaður frá Gjógv og búði har til hann fór av bygdini sum fimtan ára gamal. Heðin steig ungur fram sum yrkjari. Í 1969 kom savnið Væmingar og vaggandi gjálv . Seinni eru fleiri søvn komin, eisini týðingar. Í 2012 kom Heðin afturíaftur við nýggjum savni, Vatnskorpur fyri tøgnina . Og nú í næstum kemur eitt heildarsavn við tekstum yvir eitt 45 ára skeið. Pál er nakað stuttur til 1500 metrar, og tí kann havsvimjing vera eitt gott alternativ til hinar teinarnar, sigur Rókur, nú EM í svimjing í løtuni er í Berlin. Vónirnar til 800 metrar og 1500 metrar eru tó góðar. Um Pál kemur í finaluna í hesum teinunum, verða finalurnar ávíkavist mikudagin og fríggjadagin. Nógv ferðsla er, og tað er ikki heilt vandaleyst hjá børnum. Brynhild Høgnadóttir, stjóri í Ráðnum fyri Ferðslutrygd vitjaði Karusellina í dag. Karusellin vitjaði Skúlan við Løgmannabreyt í gjár, tá klárt var at taka ímóti 50 nýggjum børnum. Vit prátaðu millum annað við Rók Bogason á Borg, sum hevði sín fyrsta skúladag. Jaspur Jacobsen gongur nú í 2.flokki og hann hevði bert gott at bera skúlanum. Hann greiddi okkum frá sínum fyrsta skúladegi fyri einum ári síðani, Hoyr ein samandrátt frá fyrsta skúladegi hjá teimum 50 børnunum í gjár. Okkara marknaðarføringarlóg kom í 2008, og hon er strangari enn aðrastaðni, eitt nú nógv strangari enn tann danska, sum er fyrimyndin fyri tí føroysku. Har eru fleiri ásetingar, sum Brúkaraumboðið nú ger vegleiðing fyri, strikaðar. Tað verður heldur ikki loyvt at gera lýsingar á Facebook, og síðan senda tær út á tíðindarenslið hjá brúkarum, sum kanska eru millum 20 og 40 ár. Klaksvíkar býráð hevur samtykt, at skúlin á Ziskatrøð og skúlin við Ósánna skulu leggjast saman og hava eina leiðslu. Nýggjur bygningur verður bygdur, har skúlin á Ziskatrøð er, og hann skal eftir ætlan verða liðugur í 2018. Skúlin við Ósánna er frá 2010, og skúlin á Ziskatrøð er frá 1961. Nógv kjak hevur verið um ætlanina at leggja skúlarnar í Klaksvík saman, men stjórin á Ziskatrøð heldur, at tað verða stórir fyrimunur fyri skúlan á Ziskatrøð at leggja saman við Ósánni. Jógvan Skorheim, borgarstjóri, veit ikki at siga enn, nær søkt verður eftir leiðslu fyri báðar skúlarnar, men ætlanin er at fara undir tilgongdina at leggja leggja skúlarnar saman í hesum árinum. Mynd Fyrsti skúladagur var eisini í Klaksvík í gjár. Hesi bæði ganga í skúlan á Ziskatrøð, men gongst sum ætlað sleppa tey í nýggjan skúla um fýra ár Í 2017 er ætlanin at senda ein fjarstýrdan til, ExoMars róptur, til gongustjørnina Mars. hesum rúmdarbili eru fleiri hátøknilig tól, og nøkur teirra verða í hesum døgum royndarkoyrd í Føroyum. Rúmdargranskararnir sum í hesum døgum eru í Føroyum, koma út øllum Evropa og arbeiða tey fyri ESA, European Space Agency og amerikanska rúmdarstovnin NASA. Lurta eftir samrøðuni við jarðfrøðingin og rúmdarlívfrøðingin Hans Amundsen, har hann greiðir frá, hví tey eru komin til Føroyar, í leitanini eftir lívið á Mars. Lurta eftir samrøðuni við stjørnualisfrøðingin Tinu Ibsen, ið hevur fylgt við amerikanska bilinum Curiosity, sum í hesum døgum koyrir á gongustjørnini Mars. Trýst HER Tað sigur verkætlanarbólkurin, sum Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í landbúnaðarmálum, setti at gera frágreiðing um landsjørðina og einskiljing. Bólkurin sigur, at væntast kunnu størri dynamikkur og kappingarføri í landbúnaðinum. Og meira kann fáast úr landsjørðini, verður hon einskild. Harumframt mennast atknýttar vinnur, sum natúrliga kunnu rekast saman við landbúnaðarvinnu, og tað gevur størri bruttotjóðarúrtøku. Rættindini hjá festarum eru so sterk, at verður ikki selt til teirra, skulu festibræv og møguligar ognir hjá festarum ognartakast fyrst. Verkætlanarbólkurin mælir tí til at geva landsstýrismanninum lógarheimild til at einskilja landsjørðina, og Búnaðarstovan skal selja jørðina. Pengarnir, sum fáast fyri landsjørðina, eiga at fara í Búnaðargrunnin. Tó skal nakað brúkast til at gera eina lendisætlan fyri Føroyar. Verkætlanarbólkurin sigur, at bara fólk, sum eru búføst í Føroyum og sum ikki eiga meira enn tvey prosent av jørðini í Føroyum eftir at hava keypt jørð, eiga at sleppa at keypa landsjørð. Men tann, sum eigur jørðina, hevur størri áhuga í og møguleika fyri at fáa mest møguligt burtur úr jørðini sum landbúnaðarjørð og atknýttum virksemi. Esben Sverdrup Jensen, stjóri í Danmarks Pelagiske Producentorganisation, er sera misnøgdur, nú handilsforðingarnar móti Føroyum verða settar úr gildi. Felagið hevur seinastu tíðina roynt at fáa donsku stjórnina at leggja trýst á ES nevndina, so handilsforðingarnar ikki verða tiknar, skrivar Fiskeritidende. Sambært Esben Sverdrup Jensen er nýggja semjan millum ES og Føroyar dupultmoralsk, og ES bendir síni egnu krøv til burðardyggan fiskiskap við semjuni, sigur stjórin fyri danska uppsjóvarvinnufelagið. Hann vísir á, at Føroyar í ár sleppa at fiska tvær ferðir so nógva sild, sum eftir gamla býtislykilinum. Fyrst er tað ein brotsgerð og vistfrøðilig vanlukka, at Føroyar trífalda sildakvotuna og niðurfiska stovnin. Síðani er tað í fínasta lagi, um Føroyar tvífalda kvotuna í stríð við lívfrøðilig tilmæli og altjóða avtalur spyr Esben Sverdrup Jensen Handilsforðingarnar verða formliga settar úr gildi í morgin. Tað merkir, at hósdagin lata havnirnar í ES londunum upp aftur fyri føroysk skip og føroyskan fisk. Grønlendska havstovan hevur eins og føroyska, íslendska og norska havstovan gjørt yvirlitstrolingar í summar. Sambært Sermitsiaq er tað komið óvart á grønlendsku lívfrøðingarnar, at makrelur er sunnan fyri Hvarvið, og at gýtandi makrelur er funnin í grønlendskum sjógvi. Yvirlitstrolingarnar vóru lidnar fyri góðari viku síðani, sigur grønlendska havstovan í tíðindaskrivi. Sambært Sermitsiaq vænta lívfrøðingar eisini at finna makrel vestanfyri, men enn er økið ikki kannað. Kanningarnar vístu, at nakað minni var til av makreli og sild í øllum økinum samanborið við í fjør. Mest var at fáa norðanfyri, meðan væl minni var til sunnanfyri og vestanfyri. Trolað varð í vatnskorpuni, har makrelurin vanliga gongur hesa tíðina. Nógv sild var eisini uppi í veiðini, og viðhvørt var eisini nakað av heilt smáum svartkjafti at fáa. Farice, sum eigur og rekur samskiftiskaðalar millum Ísland, Føroyar, Skotland og Danmark, hevði slakar 22 millónir krónur í halli fyrra hálvárið í ár. Føroya Tele var við til at stovna felagið Farice, men Føroya Tele eigur ikki longur í felagnum. Føroya Tele fór úr samstarvinum fyri nøkrum árum síðani og leigar nú frá Farice fyri at kunna brúka kaðalin. Til tess at finna fram til føroyska smakkin verða føroyskar urtir nýttar. Leif Sørensen og aðrir av Føroya fremstu kokkum hava sína dagligu gongd á Granskingarsetrinum, har til ber at granska í matvørum. Apple tekur nú atfinningar frá brúkarunum ið hava funnist at fyritøkuni, tí skíggin á iPhone telefonunum brotnar ov lætt til sín. Fyritøkan sigur, at skíggin á nýggju iPhone 6 verður sterkari enn á undanfarnum telefonum. Nógvir keyparar hava verið ónøgdir við Apple, tí skíggin á iPhone brotnar ov lætt. Harumframt hevur kostnaðurin av at skifta glasið á skíggjanum verið lutfalsliga høgur, sum hevur fingið keyparar at vera misnøgdar við Apple. Fyritøkan hevur nú skrivað undir avtalu við amerikanska framleiðaran, GT Advanced Technologies, ið framleiðir sonevnt gorilla glas til fartelefonir, ið skal eitast at vera serliga sterkt og haldgott. Ein avtala, ið er 3,2 milliardir verd. Apple hevur bílagt útivið 80 milliónir eintøk av iPhone 6. Telefonirnar skulu ætlandi vera komnar í allar handlar kring heimin væl undan jólum, tí ein triðingur av øllum Apple vørum verður seldur á jólum, skrivar Wall Street Journal. Farice, sum eigur og rekur samskiftiskaðalar millum Ísland, Føroyar, Skotland og Danmark hevði slakar 22 millónir krónur í halli fyrra hálvárið í ár. Føroya Tele var við til at stovna felagið Farice, men Føroya Tele eigur ikki longur í felagnum. Føroya Tele fór úr samstarvinum fyri nøkrum árum síðani og leigar nú frá Farice fyri at kunna brúka kaðalin. Martin Gravesen er 47 ára gamal. Hann er løgfrøðingur, og hevur eisini arbeitt í Grønlandi, Keypmannahavn og hjá ríkisløgregluni, har hann var varapolitimeistari. Allir innleiðandi riðlarnar eru avgreiddir, og Pál er í finaluni við sjeynd skjótastu tíðini. Átta svimjarar koma í finaluna, sum verður í morgin. Tí verður føroyskur útflutningur til Russlands ikki nervaður av tí innflutningsbanni, sum russiskir myndugleikar hava sett í verk, og sum raka vørur úr USA, ES londum og úr Noregi. Men er tað rætt, at Føroyar útflyta vørur til Russlands, tá noktað verður USA, ES londum og Noregi at gera tað demokratisk lond, sum vilja verja Ukraina og tess rætt sum sjálvstøðugt land, og tí leggja trýst á Russland at gevast við at stuðla russiskt sinnaðum eystur ukreainum í uppreistrinum móti stjórini i Kiev Fiskiveiðieftirlitið hevur sett bráðfeingis veiðibann at fiska við uppsjóvartroli á hesum øki, tí ov nógv norðhavssild er uppi í veiðuni. Veiðbannið er galdandi fyri øll føroysk skip, ið hava loyvi at fiska makrel í føroyskum sjógvi í ár. Tó eru tey undantikin, ið hava tillutaða kvotu av øðrum uppsjóvarfiski. Orsøkin til bráðfeingis veiðubannið er, at skip, ið hava roynt eftir makreli í økinum, hava boðað frá, at tey hava fingið meira norðhavssild, enn tey mest loyvdu 10 prosentini, verður sagt á Fiskiveiðueftirlitinum. Skiftið frá summarferiu til arbeiðsdag kann kennast stríggið. Ikki minst tá tú byrjar aftur og sært, at nógvar arbeiðsuppgávur bíða eftir tær, tá summarfrítíðin er liðug og arbeiðsdagurin byrjar aftur. Tað kann kennast ógvuliga strævið at byrja aftur aftaná summarfrítíðina. Hóast nógvar arbeiðsuppgávur bíða, er tað umráðandi, at tú byrjar spakuliga aftur, sigur Dorthe Rindbo, serfrøðingur í persónligari ráðlegging, við lederweb.dk Her eru ráðini hjá Dorthe Rindbo til tín, ið annaðhvørt júst er byrjaður aftur aftaná summarferiuna, og til tín, ið skal byrja aftur í næstum. Longu áðrenn tín feria endar, skalt tú biða um nakrar frídagar. Tað nýtist ikki at vera fleiri vikur eitt langt vikuskifti er eisini nóg mikið. Tað mest umráðandi er, at tú hevur nakrar frídagar, tú kanst gleða teg til, tá tú byrjar aftur. Flestu fólk byrja at arbeiða aftur mánadag, aftaná feriu, men hetta er kanska ikki besta hugskotið. Byrja aftur ein mikudag, so fyrsta vikan ikki kennist so drúgv. Lat tær truplu og tungu arbeiðsuppgávurnar bíða nakrar dagar, um tað ber til, so tú fært eina lætta byrjan. Um nógvar arbeiðsuppgávur hava hópað seg saman, meðan tú vart burtur, er skjótt at nógv liggur á láni, tá tú byrjar aftur. Hetta er í lagi, og minst til, at tað helst ikki gongur so long tíð, áðrenn arbeiðsbyrðan er vanlig aftur. Tú kanst seta sjálvvirkandi svar á teldupostin, eisini tá tú ert komin aftur úr feriu. Í boðunum kanst tú boða frá, at tú júst ert komin aftur úr summarfrí, og at tú svarar teldupostum skjótast gjørligt. Um tað hevur skund, kunnu fólk heldur ringja til tín. Brúka tann fyrsta arbeiðsdagin eftir feriuna til at fáa yvirlit. Gev tær stundir at tosa við starvsfelagar, men royn og slepp undan fundum. Brúka heldur fyrsta arbeiðsdagin at fáa slætt borð og yvirlit. Tað kann vera freistandi at arbeiða yvir fyrstu dagarnar aftaná feriuna, fyri at fáa slætt borð, men tað er ikki eitt gott hugskot. Lat arbeiðsdagarnar vera vanligar ella styttri enn vanligt, so tað ikki er so stríggið at byrja aftur. Í longdini lønar tað seg. Sambært Berliner Morgenpost , er ein 30 ára gomul kvinna smallin um í eini arbeiðsávísing í Prenzlauer Berg økinum í Berlin, skrivar Berliner Morgenpost. Løgreglan váttar, sambært Focus Online, at arbeiðsávísingin er stongd, tí óttast verður ebola sjúkuna. Myndugleikarnir vilja ikki váttað illgrunan um hendingina í Berlin fyrr í dag. Vit eru komin til ta niðurstøðu, at talan er ikki bert er um beinkrím, men um okkurt, ið kann vera munandi verri enn tað, sigur ein talsmaður fyri myndugleikarnar. Embætislæknin skal nú kanna kvinnuna. Dagført Myndugleikarnir í Týsklandi upplýstu seint týsdagin, at talan kortini ikki var um ebola sjúkuna, sum óttast annars var, tá kvinnan small um fyrr á degnum. Londini, sum Russland ikki vil keypa matvørur frá, hava kortini ein møguleika at fáa sínar vørur til Russlands umvegis grannalond hjá Russlandi. Tíðindastovan NTB skrivar, at Russland loyvir matvørum at koma úr Hvítarusslandi og Kasakstan, hóast vørurnar eru gjørdar úr rávørum úr eitt nú ES ella Noregi. Við hesum royna myndugleikarnir í Moskva at forða fyri, at prísirnir hækka so nógv, nú ikki er loyvt at innflyta matvørur úr nógvum londum, sum Russland plagdi at keypa frá. Fyrr í ár gjørdi Russland avtalu við Hvítarussland og Kasakstan um tollfrælsi. Og nú fáa grannalondini gleði av teirri avtaluni, tí tey kunna arbeiða rávøru úr boykottaðu londunum og síðani selja Russlandi vørurnar. Sambært NTB leggur Dmitrij Medvedev, forsætisráðharri í Russlandi, dent á, at hann vónar, at handilsforðingarnar móti vesturheiminum fara at vara styttri tíð enn ætlaða árið, sum ætlanin var, tær skuldu vara. Millum mongu ferðafólkini, sum hava vitjað í Føroyum, er John Barnett úr Írlandi. 76 ára gamli maðurin, sum býr í Dublin, hevur sett sær fyri at vitja 250 ymisk lond, og Føroyar eru nummar 234. Tað sigur Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, nú Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur boðað frá, at hann fer at leggja uppskot fyri tingið, um at einskilja privatisera landsjørðina. Eg eri hart ímóti at einskilja landsjørðina, skrivar Bill Justinussen í lesarabrævi í dag. Hann vísir á, at einki stendur í samgonguskjalinum um at einskilja jørðina. Martin Lidegaard sigur, at hann er fegin um, at ein loysn er funnin, tí eingin hevur fingið nakað burtur úr boykottinum hvørki Danmark, ES ella Føroyar. Uttanríkisráðharrin sigur, at av tí at ES stongsilin hevur fylt so nógv í viðurskiftunum millum Danmark og Føroyar seinasta árið, hava stundir ikki verið til at viðgjørt føroyska ynskið um sjálvstøðugan limaskap í WTO, men hetta málið verður nú tikið uppaftur. Tá eg hoyrdi navnið, var eg ótrúliga stoltur. Eg gleði meg ótrúliga nógv til í kvøld, sigur Brandur. Dysturin byrjar kl. 19 45 í kvøld og er fyrsti dystur av tveimum at koma víðari í bólkaspælið í Champions League. Johan Ásmundson umboðaði føroyska svimjilandsliðið á oyggjaleikum í 1997. Tíverri fyri Johan fekk hann ein skaða, sum gjørdi at hann valdi at gevast sum svimjari. Í 2013 verða hann og konan sundurlisin. Tey eiga trý børn saman. Hetta er sera hart fyri Johan, og á ólavsøku í fjør valdi hann at venda skeivu gongdini. Hoyr samrøðuna við Johan Ásmundson Á Atlantic Supply Base í Runavík oljuútgerðarhavnini fegnast tey um, at oljuboripallurin West Hercules verður umvældur í Føroyum, tí tað gevur nógv arbeiði. Kortini eru útlitini ikki so bjørt, tí vandi er fyri, at 15 fólk í oljuútgerðarhavnini missa arbeiðið, nú eisini seinni brunnurin hjá Statoil vísti seg at vera tómur. Meðan ótryggleiki valdar millum starvsfólkið í oljuútgerðarhavnini, eru fólk aðrastaðni í Runavík spent. Næstu seks vikurnar verður West Hercules, sum er ein av størstu boripallum í Evropa, umvældur á Skálafjørðinum. Tað er fyri at verja brúkaran móti ógjøgnumskygni, at Brúkaraumboðið hevur sent eina vegleiðing út til hoyringar. Men Brúkararaumboðið viðgongur, at ásetingarnar kunnu tykjast víðgongdar, tí reglurnar í Danmark og ES eru linkaðar. Hóast russiska innflutningsbannið rakar ES, og sostatt eisini Danmark, hevur danski uttanríkisráðharrin einki ímóti, at Føroyar ætla at økja sín útflutning til Russlands. Nógv av verkunum á framsýningini hava ligið á goymsluni hjá Listasavninum í langa tíð, og onkur annlit hava ongantíð verið at sæð fyrr. Vit fara í øllum førum ikki longur at gera smidligar fyribils loysnir, meðan samráðst verður við mótpartin fyri í felag og í friði at finna tær bestu og mest konstruktivu varandi loysnirnar. Tað sigur Maud Wang Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum, nú felagið ikki fekk Fasta Gerðarrættin at taka upp aftur málið um limir felagsins í forskúlunum, málið, sum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið vann í Fasta Gerðarrætti. Av tí at semja var um, at málið um flokking skuldi avgreiðast fyri 1.mai, undirskrivaði Pedagogfelagið sáttmálan. Men hesin smidleiki, fleksibilitetur, og vilji til eina friðarliga loysn er Pedagogfelagið nú so dyggiliga vorðið revsað fyri, sigur forkvinnan. Tað er tí ov vágið at gera slíkar fyribilsloysnir í framtíðini. Fasti Gerðarrættur noyðir okkum við sínum úrskurði at gera bart frá fyrsta sekundi, tá okkurt mál er millum okkum og arbeiðsgevararnar, sigur Maud Wang Hansen, forkvinna í Føroya Pedagogfelag. Og nú skúlarnir eru byrjaðir aftur, eru Pedagogfelagið og kommunurnar framvegis ikki komin á mál við flokkingini hjá námsfrøðingunum í forskúlunum. Maðurin, sum løgreglan í Suðuroynni tók í gjár fyri hava rúsevni uppi á sær, kann verða vístur av landinum. Hin møguleikin er, at málið kemur fyri rættin Í øllum førum hevur bryggjaríið Ølgerðin, sum bryggjar ølið Egils Gull, givið føroyska bryggjarínum kravboð um, at øll marknaðarføring og allur innflutningur av føroyska gullølinum skal steðgast. Føroyar skulu hava ein virknari leiklut á altjóða pallinum, og fleiri handilssáttmálar við ES og onnur lond, sum skulu tryggja Føroyum og føroyskum fyritøkum ein enn størri marknað. Sambært yvirlitum hjá Búnaðarstovuni, sum verkætlanarbólkurin hjá Fiskimálaráðnum fekk, tá hann skrivaði frágreiðing um at einskilja landsjørðina í Føroyum, kostar ein gyllin av ognarjørð úr 6.000 krónur í Hesti upp í 117.000 krónur í Norðtoftum. Tá landsjørð verður seld til annað enn landbúnað er hon dýrast í Havn, upp í 137 krónur fyri fermeturin í veltum lendi, sum liggur væl fyri. Í útoyggj og millum bygdir kostar fermeturin av góðum lendi 34 krónur, tá jørðin verður seld til annað enn landbúnað. Verkætlanarbólkurin sigur, at hugsanin er, at festijørðin verður seld fyri ein prís, sum kann ásetast við grundarlagi í skrásettu prísunum hjá Búnaðarstovuni. Sambært einum øðrum yvirliti er landsjørðin býtt í 285 festi. Onnur landsjørð burturav er í 533 pørtum og harafturat 236 í blandi við ogn. Sól, mjørki, sól og mjørki. Summarið hevur verið heitt, og mjørki hevur verið at sæð kring oyggjarnar alt summar. Í seinastu viku heittu vit á á lesararnar hjá kvf.fo um at senda okkum mjørkamyndir. Niðanfyri eru nakrar av myndunum, vit hava fingið sendandi frá okkara lesarum. Send okkum tínar mjørkamyndir til netvarp kvf.fo , merk teldupostin Mjørkamyndir. Myndin er tikin í Sundalagnum, Nólsoy kagar undan til høgru í myndini. Ein av teimum vakrastu morgnunum, eg havi upplivað, skrivar Óluva Mynd Óluva R. Eidesgaard Grundgevingarnar fyri kravinum hjá danska ríkinum um landgrunn norðan fyri Grønland eiga ikki at ganga í móti føroyskum áhugamálum í kravinum um landgrunn sunnan fyri Føroyar. Landsstýrið vil tryggja sær, at grundgevingarnar fyri kravinum norðan fyri Grønland ikki ganga í móti føroyskum áhugamálum í kravinum um landgrunn sunnan fyri Føroyar. Írland, Bretland, Ísland og Føroyar siga seg øll hava ræðisrættin á Rockall og háslættanum kring Rockall. Samstundis sum ES tiltøkini fara úr gildi, bíða føroyskir myndugleikar framvegis eftir skrivligu váttanini úr Russland, sum skal staðfesta, at Føroyar ikki eru fevndar av innflutningsbanninum har. Gunnar Holm Jacobsen, deildarstjóri á uttanríkistænastuni í Tinganesi, fekk longu í farnu viku munnliga váttan um, at bannið fevnir ikki um Føroyar. Danir eru sinnaðir at viðgera spurningin um sjálvstøðugan føroyskan limaskap í heimshandilsfelagsskapinum WTO. Men ikki treytaleyst. Flest øll kennast við hesa kensluna av at tað kann tykjast tungt aftur at skula í skúla ella til arbeiðis, og at flogið fyrstu dagarnir eftir summarfrítíðina ikki er heilt optimalt Hví kann tað vera so tungt at koma í gongd aftur, og hvat kunnu vit gera fyri at tuna okkum inn á aftur gerandisdagin eftir lokna summarfrítíð, bæði áðrenn frítíðin er liðug og tá farið er aftur í skúla ella til arbeiðis Hesar og aðrar spurningar umrøða vit saman við Rannvá Biskopstø, ið er autoriseraður sálarfrøðingur. Eitt av forvitnisligu og heldur forkunnugu tilboðunum á Sjómannadegnum leygardagin ber heitið Føroyskur tari sum matvøra . Vit hitta Janet Fríða Johannesen, verkætlanarleiðara fyri Ny Nordisk Mad, sum eitt nú nemur við hvørjir møguleikar eru við tara, hvørjar dygdir eru í tara, og hvussu tari kann gerast gerandiskostur. Systime hevur ment sBókaskipanina, sum NÁM hevur keypt sær rættindi at nýta. NÁM hevur gjørt alt innihaldið í sBókini í samstarvi við føroyskar rithøvundar, týðarar og serfrøðingar, og við íblástri úr einari norskari lærubók. Bókin er netborin, og er samvirkin á tann hátt, at brúkarar kunnu koma við hugskotum og rættingum. Bókin hevur umframt vanligar tekstir ljóðupptøkur, filmsbrot, myndir, greiningarfrymlar, orðagreiningar og uppgávur. Óli nemur eitt nú við søguliga týdningin, økið niðarfyri gamla einahandilin hevur havt, eins og tá danski forsætisráðharrin varð órógvaður á silvurbrúdleypsdegnum, tí myndugleikarnir vóru rýmdir inn á gomlu politistøðina í Klaksvík, ið var har sum Parlamentið er í dag. Hví gjalda fyri eina tænastu, tá tú kanst fáa tænastuna ókeypis Tað tykist at vera hugsjónin handan ókeypis appina WiFi Map, har tú kanst ferðast ókeypis á internetinum, hevur tú samband við eitt tráðleyst net. Appin WiFi Map fortelur tær, hvørji tráðleys net tú kanst brúka, nærhendis har tú ert. Higartil eru nógv tráðleys net skrásett í Tórshavn, Klaksvík, Runavík og Tvøroyri, har tú kanst brúka internetið ókeypis á fartelefonini. Á myndini til høgru eru tráðleys net í Havn víst, har tú kanst fara ókeypis á internetið við fartelefon tíni. Tú kanst eisini fáa appina at vísa eitt kort yvir ókeypis net heldur enn ein lista. Nógvir handlar, matstovur, almennir stovnar og privatfólk í Føroyum eru longu skrásett í appini WiFi Map, har tú ókeypis kanst knýta teg í ymisk tráðleys net í Føroyum, og fleiri støð leggjast afturat appini. Fyri at kunna brúka tráðleysu netini, sum appin WiFi Map vísur á, er neyðugt hjá tær at loyva tíni fartelefon at brúka GPS funksjónina, so tú sært tey ókeypis net, ið eru nærhendis, har tú ert. Fleiri tráðleys net í appini eru bronglað, har neyðugt er at hava lykilin til netið. Appin fortelur tær, hvørja kotu tú skalt brúka til netini, ið eru bronglað. Vábingurin byrjaði varliga, og var hann leingi á fimta plássi, meðan Gabriele Detti ITA og Stephen Milne ONG vóru á ávíkavist øðrum og triðja plássi. Taktikkurin hjá Páli riggaði. Tá ein triðingur var eftir, 500 metrar, tók hann teir báðar, og hann helt seg á øðrum plássi líka til hann kom á mál. Órógv er nú í formansskapinum á løgtingi um samsýningina, sum kanningarstjórin í Eysturoyartunnilsmálinum krevur at fáa fyri tað arbeiðið, hann gjørdi, áðrenn hann varð noyddur at leggja frá sær vegna rumbul um ógegni. Anfinn Vitalis Hansen hevur allatíðina hildið uppá, at hann var gegnigur, og málið um hansara gegni hevur ikki verið roynt við hægri stovn í Danmark, hjá Advokatsamfelagnum, sum eisini er eftirlitsmyndugleiki hjá føroyskum advokatum. 11. januar dagin eftir, at hann ikki longur var kanningarstjóri tvíhelt Anfinn Vitalis Hansen í samrøðu við útvarpið um, at hann var gegnigur, og segði í sama viðfangi, at hann sjalvandi helt seg hava rætt til at fáa samsýning fyri tær útreiðslur, sum hann hevði havt til tá. Síðani hevur advokaturin sent tinginum rokning fyri teir góðu tveir mánaðirnar, hann hevur arbeitt sum kanningarstjóri. Men í formansskapinum vilja tey ikki vita av hesi rokningini. Heimasíðan in.fo endurgevur bæði Alfred Olsen og Gerhard Lognberg úr formansskapinum fyri at vísa til inhabilitet sum grundgeving fyri, at teir ikki vilja rinda rokningina til Anfinn Vitalis Hansen. Páll á Reynatúgvu situr eisini í formansskapinum hjá løgtinginum. Hann vísir somuleiðis til ógegni um grund fyri ikki at rinda rokningina. Tað hevur ikki eydnast útvarpinum at fáa viðmerking frá Jógvani á Lakjuni, løgtingsformanni. Súsanna Danielsen, stjóri á løgtingsskrivstovuni sigur í stuttari viðmerking, at tað í síðsta enda er tingformaðurin, sum setir kanningarstjóran, sum skal góðkenna slíka rokning. Løgtingið hevur ikki sent málið um gegnið hjá Anfinni Vitalis Hansen til metingar hjá eftirlitsmyndugleikanum í Danmark og hevur tískil ongan úrskurð frá hægri stovni at vísa á. HB vann 2 0 á ÍF. HB spældi við 10 monnum mest sum allan seinna hálvleik, tí Johan T. Davidsen varð útvístur. Hóast teir vóru undir trýsti, eydnaðist tað at økja til 2 0. Nevndin í Pedagogfelagnum hevur skipað seg av nýggjum eftir at næstformaðurin, Jógvan Philbrow, fyrr í summar fór úr nevndini. Nú er Elin N. W. Tausen næstforkvinna í Pedagogfelagnum. Felagnum tørvar eina nýggja kós, sum byggir á faklig sjónarmið og fakligar grundgevingar um forskúlarnar, helduri Jógvan Philbrow. Jógvan Philbrow heldur tað vera harmiligt, at hansara fakligu sjónarmið eru vorðin stríðsvápn í lønarsamráðingum og øðrum samráðingum millum Pedagogfelagið og arbeiðsgevararnar. Á aðalfundinum í apríl varð Irdi Lið Gaardlykke vald sum hjálparfólkaumboð, eftir at Jannie Sofía í Skálum fór úr nevndini, hóast hon átti eitt ár eftir har. Hon fór at lesa til námsfrøðing. Wenzel Olsen, sum eisini átti eitt ár eftir av sínum nevndarskeiði, fekk farloyvi frá nevndararbeiðinum. Fyri hann kom Bjarni Beder í nevndina. Størsti vøkstur í innflutninginum fyrra hálvárið var í bólkinum maskinur og amboð . Og stóran part av tí vøkstrinum eiga vindmyllurnar, upplýsir Hagstovan. Tað sigur Jógvan Páll Lassen, advokatur, nú ein útlendingur týskvøldið varð tikin við eini minni nøgd av hassji. Hann fær munandi harðari revsing enn ein vanligur føroyingur fær fyri sama lógarbrot. 12 prosent meira av toski eru í ár, men tó var nógv av smáfiski uppií. Átta prosent meira vóru av hýsu og 24 prosent meira av upsa, men nógvur seiður var ímillum. Minni var at fáa av makreli, men meira av sild. Og sera nógv var av smáum svartkjafti næstan alla staðni, Magnus Heinason trolaði á landgrunninum. Magakanningarnar vístu, at nógv er til av smáari nebbasild. Hesa ferð kannaði Havstovan eisini magar í makreli og sild. Tey høvdu etið reyðæti útiá, og yngul, hvítingsbróður og nebbasild, nær við land. Samstarvið við Systime um s Bóka skipanina gevur møguleika fyri at framleiða meira og bíligari føroyskt tilfar til miðnámsskúlarnar. Miiðnámsskúlunum væntarlærubøkur á føroyskum. Magnus Tausen segði við útvarpið í vár, at Nám als ikki megnar at nøkta tørvin við verandi játtan, sum er 11,6 millión krónur. Russiskir fiskakeyparar í hópatali eru á veg til Føroya, ella eru teir longu í Føroyum fyri at keypa laks og annan fisk, nú onnur lond, sum selja fisk, ikki sleppa at selja til Russlands. Føroyskir fiskaseljarar siga við Undercurrent News, at telefonirnar hjá teimum fóru at gløða, so skjótt, sum tað frættist, at Russland boykottar ikki Føroyar. Og teir fáa eisini teldupostar í hópatali úr Russlandi. Sambært Undercurrent News vilja russarar serliga hava laks úr Føroyum, og tað skilst, at russiskir innflytarar vilja hava allan tann laks, teir yvirhøvur kunnu fáa úr Føroyum. Og prísurin fer eisini upp, tí eftirspurningurin er størri enn útboðið. Harafturat skriva Undercurrent News, at Russland eisini vil keypa makrel og ikki minst sild úr Føroyum og Íslandi, nú Noreg er boykottað. Í hesum fongslinum hevur eitt nú Anders Behring Breivik sitið. Hvussu er at hava vandamiklastu fangarnar í Noregi undir hond Marita á Rógvi skifti orð við Marthu Mýri. Samrøðan var send í Summarmorgni tann 21 08 2014. Nú Føroyar aftur sleppa at selja makrel og sild í ES, verður Bretland møguliga ikki tann stóri marknaðurin. Tí Seafish, bretska fiskivinnuráðið, fyrireikar eitt stórt marknaðarátak fyri at fáa bretar at eta makrel bretskan makrel. Orsøkin er, at bretar sleppa ikki at selja makrel til Russlands. Tí ætlar Seafish, at makrelurin, sum annars hevði farið til Russlands, skal seljast og etast í Bretlandi. Og tí skulu bretar sannførast væl og virðiliga um, at makrelur er góður og sera heilsugóður matur. Millum annað verða uppskriftir við makreli almannakunngjørdar. Ósemjan millum Fiskimálaráðið og JFK Trol, hvør hevði ábyrgdina av, at russar tóku Skálaberg og hildu skipinum aftur í Murmansk veturin 2009, kemur fyri rættin um eina góða viku. Endurgjaldskravið frá Fiskimálaráðnum er 10 milliónir krónur At fyrireikandi rættarfundur er um eina góða viku, merkir tó ikki, at endi nú verður á stríðnum, sum hevur vart í skjótt fimm ár, sigur Niels Vinther Poulsen. Í løtuni bíða partarnir eftir svari frá russiskum myndugleikum, hvussu teir tulka ymiskar russiskar lógir, sum hava týdning í málinum. Skálaberg varð tikin og lagdur í Murmansk, tí russar mettu, at skipið hevði einki fiskiloyvi Haraftrat hildu russar, at skipið hevði fiskað meira enn kvotan ásetti. JFK Trol vil hava 10 milliónir krónur í endurgjaldi. Fimm vóru fyri bótina og aðrar fimm vóru fyri, at tilburðurin seinkaði søluni av Skálabergi, fyri mista fiskitíð og fyri útreiðslur í sambandi við at skipið varð hildið aftur í Murmansk. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, sleppur ikki undan at svara, um alt er farið rætt fram, tá skip, ið hava veiðiloyvi í Kyrrahavinum, sleppa at brúka tey í føroyskum sjógvi. Landsstýrismaðurin má koma við eini frágreiðing, sigur Jákup Mikkelsen, floksfelagi hjá landsstýrismanninum og formaður í tingbólki Fólkafloksins. Mynd Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, og Jákup Mikkelsen, formaður fyri tingmanningina hjá Fólkaflokkinum. Jákup Mikkelsen sigur, at landsstýrismaðurin má svara í málinum um kyrrahavsloyvini, sum endaðu sum uppsjóvarloyvi í føroyskum sjógvi Tað eru næmingar í føroysku miðnámsskúlunum, sum nú fara undir upptøkuroyndir til sangleikin Grease. Fyrsta sýningin verður sjeynda novembur, og leikstjórin sigur at tá tey hava funnið tey 40 50 fólkini verður tað vant hart. Men onkur hugsar kanska, um tað ber til at finna ein føroyskan John Travolta ella eina føroyska Olivu Newton John. Jákup Veyhe sigur at tá tey hava sæð øll til upptøkuroyndirnar, so hava tey funnið ein Danny og eina Sandy. Hoyr samrøðuna við Jákup Veyhe, sum vitjaði í Karusellini í gjár. Hesi eru nøkur av evnunum, ið hava givið listarmanninum Edwardi Fuglø íblástur til málningarnar Discofiskar , ið verða millum listarverkini, ið kunnu síggjast í atelieri Edwardi Fuglø leygardagin frá kl. 9 til 18. Edvard Olsen, kokkur, greiður frá um forkunnuga fiskaborðið, meðan Karl Birgir Isaksen, ið er ein av samskiparunum, eitt nú nemur við søguna og staðsetingina, nú Sjómannadagurin verður á vestara havnalagi, skamt frá Stórukei, eins og skránna. Umvælingarnar hava havt við sær, at millumbylgjan hevur ikki sent seinastu dagarnar, men FT Net roknar við, at umvælingarnar verða lidnar í dag, og tá fer millumbylgjan aftur at senda. Um eingin tekur yvir, so verður eingin Ovastevna næsta ár, men vónirnar eru góðar og fleiri hava víst áhuga í at skipa eina nýggja nevnd. Hoyr samrøðu, ið var í Karusellini í gjár. Tað sigur Reimund Langgaard, formaður hjá løgtingsgrannskoðarunum, sum í síðstu viku fingu eina frágreiðing frá Landsgrannskoðanini um lutin hjá landinum í partafeløgum, grunnum og øðrum virkiseindum. Tað sigur Reimund Langgaard, formaður hjá løgtingsgrannskoðarunum, sum í síðstu viku fingu eina frágreiðing frá Landsgrannskoðanini um lutin hjá landinum í partafeløgum, grunnum og øðrum virkiseindum. Hálvársroknskapurin hjá stovninum vísir, at hallið er góðar tríggjar milliónir krónur, og verður tað gongdin alt árið, verður meirnýtslan einar seks milliónir krónur, verða tiltøk ikki sett í verk. Strandfaraskip Landsins høvdu meira enn fýra milliónir krónur í heimildarleysari meirnýtslu í fjør, og stórt rumbul stóðst av hesum. Stjórin varð koyrdur til hús, fíggjarleiðarin fekk ávaring fyri at hava boðað løgtingsins fíggjarnevnd frá óskilinum uttan um stjóran og Vinnumálaráðið, og endin varð, at landsstýrismálanevndin setti eina kanning í verk av Johan Dahl og hansara handfaring av málinum. Játtanin til Strandferðsluna í ár er at kalla tann sama sum í fjør, og nú árið er meira enn hálvrunnið, er greitt, at játtanin heldur ikki røkkur í ár. Nýggi stjórin á strandferðsluni, Hilmar Eliasen, hevur eisini tikið enn eitt stig móti fíggjarleiðaranum, sum hevur fingið hoyringarskriv um uppsøgn. Fíggjarleiðarin er sendur til hús. Landsstýrismálanevndin er ikki komin á mál at kanna Johan Dahl, landsstýrismann, sum í næstai mánaði helst noyðist í løgtingið eftir meira peningi til Strandferðsluna. Fyrrapartin hava Føroyar og ES formliga steðgað altjóða gerðarrættarmálunum, sum Føroyar settu í verk í sambandi við handilstiltøkini hjá ES móti Føroyum. Bræv er í morgun sent gerðarrættinum, ið varð stovnaður við støði í havrættarsáttmála Sameindu Tjóða. Í brævinum verður gjørt greitt , at partarnir hava loyst trætuna, og tí er ikki grundarlag fyri at halda fram við gerðarrættarmálinum. Avgerðin hjá Landsstýrinum at fara undir tvey altjóða gerðarrættarmál, tey fyrstu av sínum slagi, hava víst seg at havt avgerandi leiklut í málinum. Vit fegnast um, at tað loksins eydnaðist loksins at finna eina semju í málinum. Nú sambandið millum Føroyar og ES aftur í rættari legu, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður. Handilssáttmálin millum Føroyar og ES er frá 1996. Nú viðurskiftini millum Føroyar og ES aftur eru komin í rættlag, skal ferð setast á arbeiðið at gera ein nýggjan fríhandilssáttmála við ES. Ósemjan um sildina og makrelin hevur órógvað tilgongdina við nýggja evropapolitikkinum. Okkara greiða mál er nú at fáa ein betri fríhandilssáttmála við ES, sigur løgmaður. Tey fýra nýggju seismikk veitingarskipini, sum reiðaríið Thor hevur bílagt, fara at kosta 600 milliónir krónur tilsamans. Skipini eru fíggjað við útlendskum lánum og láni úr BankNordik. Skipini verða smíðað á skipasmiðjuni Besiktas í Turkalandi. Fyrsta skipið, Thor Magni, fór av bakkastokki fyrst í august, og Thor væntar at kunna seta hetta skipið í vinnu í november. Annað skipið verður væntandi liðugt beint eftir árskiftið, tað triðja í mars og tað fjórða í mai næsta ár. Skipini fara at sigla sum hjálparskip hjá norska seismikkfelagnum Petrolium Geo Services. PGS er eitt altjóða seismikkfkelag, sum ger kannar kolvetni í undirgrundini. Skipini hjá Thor fara eitt nú at sigla við olju og útgerð, og tey verða trygdar og hjálparskip, tá seismiskarkanningar vera gjørdar. Thor gjørdi ein langtíðarsáttmála við PGS í 2012, áðrenn skipini vóru bíløgd, og Hans Andrias Joensen, stjóri, sigur, at enn er nóg mikið av arbeiði til øll fýra skipini. Tey fara at arbeiða um allan knøttin. Thor hevur møguleika at bíleggja fýra skip aftrat frá turkisku skipasmiðjuni, men í løtuni er ikki greitt, um Thor fer at byggja fleiri seismikk veitingarskip. Mynd Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, ger greitt, at Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sleppur ikki at einskilja landsjørðina Tað er løgtingsformaðurin einsamallur, sum ger av, um tingið skal rinda samsýningina, Anfinn Vitalis Hansen krevur fyri tíðina, ið hann sat sum kanningarstjóri, áðrenn hann noyddist at leggja frá sær, tí rumbul tók seg upp um ógegni. Í gjár kom fram, at hinir í formansskapinum Alfred Olsen, Gerhard Lognberg og Páll á Reynatúgvu ikki góðtaka rokningina, og allir vísa teir til vantandi habilietin hjá advokatinum, og at hann sjálvur átti at havt boðað frá sínum ógegni beinan vegin. Jógvan á Lakjuni sigur, at hinir limirnir í formansskapinum einki hava við málið at gera, og at tað er hann, sum skal gera av, hvat nú skal henda. Spurdur, um hann ætlar at fáa staðfest á røttum stað, um Anfinn Vitalis Hansen sambært reglunum var ógegnigur, sigur løgtingsformaðurin, at hann hevur onga viðmerking yvirhøvur. Tað einasta, Jógvan á Lakjuni vil siga, er, at hann nú viðger málið saman við skrivstovuni hjá løgtinginum, men hann ikki veit at siga, nær komið verður til nakra niðurstøðu. Tá makrellloyvi vórðu útlutað í 2010, vóru tað fleiri, sum vildu sleppa upp í part, men fingu noktandi svar, tí tey høvdu ikki loyvi at fiska í føroyskum sjógvi. Tað sigur stjórin í Mest og Pam Offshore. Tilsamans 500 fólk verða knýtt at boripallinum hesa tíðina, hann liggur á Skálafjørðinum. Men treytin fyri nýggju skipanini var, at Akstovan skuldi fáa pening til próvdøming, og fólkaskulin skuldi skipa fyri frálæruni. Men enn er einki av hesum komið í lag. Tað var í gjárkvøldið á Facebook, at føroyingar av álvara bóru eyga við Haifaa Awad, tá hon skrivaði eina positiva støðudagføring um seinasta árið, hon hevur verið í Føroyum. 3.300 fólk hava dámt uppslagið, og tað er deilt yvir 1.000 ferðir. Karusellin tosaði við Haifaa Awad fyrr í dag, sum nú er farin aftur til Danmarkar. Nýggja heimasíðan. Partur av endamálinum er at skapa ein breiðan pall fyri tiltøk innan lista og mentanarheimin, men eisini vera grundarlag fyri kritiskum ummæli av mentan. Kinna Poulsen var gestur í Karusellini. Orsøkin er tó ikki, at listeria er funnin í sjálvum viðskeranum, men viðskerin er skorin við somu maskinum hjá Delika Hammel, sum skóru rullupylsuna hjá Jørn A, sum er undir illgruna fyri at hava beint fyri 13 fólkum í Danmark. Miklagarður og Delika Hammel afturkalla hamburgararygg, oksabringu, luksus speigipylsu, royktan filet og oksaspeigipylsu við osti og olivin, sum eru pakkað frá 8. til 19.august og eru í svørtum plastbakkum við Miklagarðslepa. Í oktober í fjør fekk Jacob Vestergaard undirtøku frá landsstýrinum at arbeiða víðari við málinum um at privatisera almennu jørðina. Men nú skilst, at hóast landsstýrismaðurin fekk, sum hann sjálvur sigur, undirtøku frá landsstýrinum fyri at arbeiða víðari við málinum, so vil samgongan ikki, at hann avgreiðir málið við lógaruppskoti. Jacob Vestergaard sigur eisini í svarinum til Bjørt Samuelsen, at fær hann undirtøku frá landsstýrinum seint í summar ella tíðliga í heyst, leggur hann lógaruppskot um at einskilja landsjørðina fyri løgtingið á vári 2015. Men tað kann hann gloyma alt um. Tí sambært tí, sum tveir samgongufelagar, annar sjálvur samgonguleiðarin, hava sagt í vikuni, er útilokað, at almenna jørðin verður privat í hesum valskeiðinum. Farið verður nú undir at kanna kolesterolinnihaldið í blóðinum hjá føroyingum. Talan er um eina granskingarverkætlan, sum hevur til endamáls at finna, kanna og viðgera allar føroyingar, sum hava ov nógv kolesterol, av arvaligum ávum. Albert Marni Joensen, ph.d. og kliniskur lektari á universitetssjúkrahúsinum í Aalborg, er millum teirra, ið hava tikið stig til kanningina. Kravboð og hóttanir um stevningar hava sjáldan nakað gott við sær, men í hesum førinum koma tær væl við hjá Føroya Bjór í málinum um gullølina í Íslandi. Kravboð komu annars úr Íslandi til Føroya Bjór um, at føroyska gullølin skuldi av íslendsku handilshillunum og hótt varð við stevning og rættarmáli. Nú sigur sakførarin hjá Ølgerðanum, sum bryggjar ølið Egils Gull, at tað als ikki er óhugsandi, at íslendski marknaðurin rúmar bæði Egils Gull og Føroya Bjór Gull. Hvussu skal fiskatilfeingið við Føroyar í dag og í framtíðini skipast Tað umrøddu Petur Steingrund, doktari í fiskifrøði, Jan Arge Jacobsen, doktari í fiskifrøði, Dennis Holm, formaður í fiskidaganevndini og Herálvar Joensen, stjóri í Føroya Reiðarafelag, á pallborðsfundi mikukvøldið. Í Summarmorgni varð prátað við Regin W. Dalsgaard, sum er ein av stigtakarunum. Til verkætlanina er sniðið á føroyska leypinum endurnýggjað, soleiðis at teir túsund leyparnir, sum Dugni hevur framleitt, eru meira nútímans. Orsøkin til góðu vónirnar er sjálvandi, at Pál svam seg til eitt silvurheiðursmerki á 1500 metrum, eins og hann í gjár megnaði at koma í finaluna við bestu tíð á 800 metrum. Tíðin var 7.53.09, ið er einans trý sekund frá tilmeldingartíðini hjá Páli, sum var 7.50.81. Gabriel Detti, ið hevði bestu tilmeldingartíð og evropiska metið, gjørdist nummar trý í innleiðandi svimjingini. Summarmorgun prátaði við Rók í Jákupsstovu í morgun. Kim hevur í fleiri ár gjørt vart við seg við greinum, ummælum og viðmerkingum í føroysku bløðunum um bókmentir og ymisk samfelagsevni. Kim er sjálvur rithøvundur og hevur givið út fleiri yrkingasøvn. Kim hevur ferðast nógv og reikað víða um lond seinastu fýra árini hevur havt skiftandi bústað í Danmark, USA, Hollandi og Føroyum. Einamest hevur hann verið í Hollandi, har hann granskar millum annað mentanarnationalismu og minnismentan. Føroyingar hava í fleiri ár kent Ivan sum ein hin størsta fjepparan hjá føroyska fótbóltslandsliðnum. Men tað er ikki bara føroyska landsliðið, sum fær hansara hjarta í kók Ivan ber ikki minni tokka til fótbóltslandsliðið hjá Uruguei. Alskurin er so sterkur, at Ivan nú er landskendur í Uruguei. Í samband við heimsmeistarakappingina í Brasil í summar gjørdi sjónvarpið í Uruguei serstakar upptøkur av Ivani í Føroyum, har ið hann váttar fótbóltslandsliðnum hjá Uruguei sín treytaleysa stuðul. Søgan um tann fremmanda mannin í einum fjarskotnum landi í Norðuratlantshavi, sum ber slíkan brennandi alsk til eitt fótbóltslið í Suðuramerika, hevur vakt ans.Til Føroyar er komin rithøvundurin Elena Risso úr Uruguei, sum skrivar bók um Ivan, og sum ætlandi kemur út í Uruguei í ár. Tórshavnar, Kvívíkar og Fámjins kommunur heita nú á hinar kommunurnar í landinum um at stuðla sær. Tær tríggjar kommunurnar vilja ikki góðtaka fíggingarleistin, nú eldraøkið verður lagt út til kommunurnar um nakrar mánaðir. Tær tríggjar kommunurnar hava tí sent Kommunufelagnum bræv, har tær biðja um stuðul, men Kommunufelagið hevur ikki viðgjørt áheitanina enn. Fíggingarleisturin ger, at hesar t ríggjar kommunurnar verða verri fyri enn hinar, tí fáir útisiglarar eru í Havn, Kvívík og Fámjin, sum tí eru við skerdan lut. Fíggingarleisturin er betri fyri kommmunurnar, har flestu útisiglararnir búgva, tí tær fáa meira í sín part. Tær tríggjar kommmunurnar seta fram ófrávíkiligt krav í brævinum um, at fíggingin fylgir við. Kommunurnar sýti fyri at byrja við einum undirskoti frá fyrsta degi. Egnar útrokningar hjá kommununum vísa, at hvør borgari í Fámjin má rinda 1400 krónur eyka, hvør borgari í Kvívík einar 1200 krónur afturat, og hvør borgari í Tórshavnar kommunu skal rinda einar 400 krónur eyka, meðan aðrar kommunur fáa ta fígging, sum hóskar til fíggjarleistin. Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu og formaður í Kommunufelagnum, er staddur í Reykjavík, men hann sigur í stuttari viðmerking, at fundur verður við Fíggjarmálaráðið, so skjótt hann er afturkomin. Og tá má ein semja finnast um ein leist. Bæði land og kommunur skulu gera fíggjarætlan fyri næsta ár, og semja má verða millum kommunurnar og landið frammanundan. Sambært Heðini Mortensen eru umleið 20 milliónir krónur á muni millum tað, sum landið vil lata, og tað, sum kommunurnar vilja hava, nú eldraøkið fer á kommunalar hendur. Sambært upprunaligu ætlanini skuldi Kaj Leo Holm Johannesen avhoyrast í kanningarstjóramálinum um Eysturoyartunnilin hósdagin í næstu viku, tann 28.august. So nú er tíðarætlanin broytt, so Kári P. Højgaard verður avhoyrdur 28.august eittkort til 10 og Kaj Leo Holm Johannesen tann 29.august eitt korter til 11. Aðrar avhoyringar eru ikki ásettar. Men kemur okkurt fram um eina viku, sum gevur orsøk til at senda boð eftir fleiri at avhoyra, ger kanningarstjórin tað. Á móttøkuni leygardagin kl. 13 verður eitt nú nýggja navnið avdúkað eins og nýggi sangurin hjá fimleikarfelagnum Støkk, ið Niclas Johannesen hevur gjørt, verður at hoyra á fyrsta sinni. Psykiatriski depilin hoyrir undir Heilsumálaráðið, og sambýlini eystan Heyg hoyra undir Almannamálaráðið. Tá talan er um nýggj størv á nýggju heimunum, skulu tey lýsast leyst, og tí kunnu starvsfólk á Psykiatriska deplinum ikki flytast yvir í nýggju heimini, men noyðast at søkja størvini, tá tey verða lýst leys. Heilsurøktarafelagið hevur biðið um fund við leiðsluna á Landssjúkrahúsinum um málið. Felagið krevur, at heilsurøktararnir varðveita síni størv. Anita kom beint fyri midnátt mikukvøldið. Hon roynir vestan fyri Mykines, tætt við markið millum Føroyar og Ísland. Skipið hevur loyvi at fiska havtasku og svartkalva við gørnum. Anita fór 28.juni av Runavík til spanska býin Santa Uxia Ribeira, hagar skipið kom 4.juli, at rigga til at fara aftur til fiskiskap. Fyrr í summar upplýsti Jacob Vestergaard, at løgmaður ger av, um Anita sleppur aftur til fiskiskap við føroyskum veiðiloyvi. Vørn hevur nevnt møguleikan at taka aftur veiðiloyvi og tá samstundis øll fiskirættindini hjá Anitu. Men av tí at umsitingin hjá landsstýrismanninum er ógegnig at viðgera málið, hevur løgmaður avgjørt sjálvur at viðgera og avgera, um veiðiloyvið hjá Anitu skal takast aftur. Á Løgmansskrivstovuni verður upplýst í dag, at har er eingin avgerð tikin, men arbeitt verður við málinum. Og tað er ikki so løgið, tí hóast rokktónleikur í sjálvum sær ikki er føroyskur, so er tað nakað serligt at hoyra tónleik úr føroyskum jørðildi, og uttan iva er tað tann føroyski og norðurlendski upprunin, sum gevur Týr ta vælvild millum tónleikaáhugað, sum onnur, bæði orkestur og einstaklingar, mugu kappast um á altjóða pallinum. Og tá innihaldið ofta tekur støði í søgum, sagnum og mytologi, sigur tað seg sjálvt, at sangskrivarin bæði skal hava kunnleikan og evnini til at tulka tilfarið av nýggjum og geva tí ein búna, sum bæði er sannførandi evnisliga og tónleikaliga. Tað ger Heri Joensen hegnisliga. Pál kom á mál sum nummar tvey í EM finaluni í 800 metrum við tíðini 7.48.49. Nummar eitt varð Gregorio Paltrinieri við tíðini 7.44.98. Tá umleið 300 metrar vóru eftir vísti Pál Joensen, hvør av teimum var sterkastur. Pál legði seg á annað plássið, og helt seg har til hann kom á mál. Hoyr samrøðu, sum var í Karusellini fyrr í dag, har sent varð beinleiðis úr Vági. Á myndini verða heiðursmerkinini handað fyri 800 metra finaluna. Pál er umleið mitt á myndini, har hann vísir sítt silvurheiðursmerki fram. Mynd Rókur í Jákupsstovu Hóast møguleikin er lítil fyri, at ebola kemur til Føroya, so hevur Landsskjúkrahúsið gjørt eina tilbúgvingarætlan, og tey eru til reiðar, um nakar tilburður av sjúkuni skuldi verið. Skuldi tað hent, er ein tilbúgving klár á Landssjúkrahúsinum, sigur Bjarni á Steig, leiðandi yvirlækni á medisinsku deild á Landssjúkrahúsinum. Marita Rasmussen er forkvinna í Útflutningsráðnum. Hini í ráðnum eru Símun P. Jacobsen, Bárður Enni, Pól Huus Sólstein, Alda Joensen, Ásmund Guðjónsson og Guðrun Rógvadóttir, sum er næstforkvinna Vit hoyra útvarpsleikin Frændaleysur . Hector Malot hevur skrivað um Remi. Ein norðmaður hevur gjørt søguna til leik. Niels Nattestad týddi til føroyskt. Birita Mohr legði til røttis fyri Barnaútvarpið í 1988. Ria Tórgarð sigur frá Hósdagin vitjaði mamma Lailu, Joan Neshamar okkum í útvarpsstovuni. Hon var saman við dóttir hennara í tríggjar mánaðar, Allie Haller og Tummas Hanus Dam, sum er umboð fyri Rotary. Tey greiddu okkum frá Rotary, sum er ein skipan sum ger tað møguligt at vera skiftisnæmingur kring allan heimin. Laila gongur í skúla í Texas, og Allie gongur í skúla í Hoydølum í Havn. Hoyr Joan Neshamar greiða frá avgerðini hjá Lailu um at gerast skiftisnæmingur, Allie fortelja um tað at at hon helt hon skuldi til Danmarkar, og Tummas Hanus frá Rotary greiða frá teirra skipan í Føroyum. John William Joensen sigur, at tað ikki hevur eydnast teimum at fáa ein heilan hval. Hann leggur aftrat, at tað einki hevur við Sea Shepperd at gera, at grindahvalur eftir øllum at døma ikki verður skorin upp á sjómannadøgunum Føroyska rækjukvotan á Grand Bank er 445 tons í ár, og Arctic Viking fiskar hana. Havborg hevur verið í Noreg við 345 tonsum av rækjum. Havborg royndi í Smoguni, og túrurin vardi 29 dagar. Hildið verður, at eitt størri gos er ávegis, og tí er tilbúgvingarstigið í sambandi við flogferðslu hækkað úr appelsingulum upp í reytt. Samært Ríkisútvarpinum er øll flogferðsla við økið stongd, men enn verður ikki hildið, at tað er neyðugt at flyta fólk úr bygdunum har í nánd. Eitt lítið gos er staðfest í ein landnyrðing úr Bárðarbungu, sigur Kristin Jónsdóttir, leiðari fyri jarðfrøðisdeildini á veðurstovuni í Reykjavík, við Ríkisútvarpið. Heitt verður á fólk, sum eru í nærumhvørvinum, at lurta eftir Ríkisútvarpinum, har møguligar fráboðanir verða kunngjørdar. Heilt við kappingarbyrjan í 1 deild gjørdist greitt at uppflytingarstríðið fór at vera millum tey trý liðini, TB, O7 vestur og FC Suðuroy. Lógin sigur at eitt lið skal enda í millum trý tey ovastu liðini fyri at hava loyvi at flyta upp í hægri deild. Hendan lógin verður nýtt tá næstbestu liðini hjá feløgum enda omanfyri bestu liðini hjá øðrum feløgum. Men í ár sær ikki út sum at næstbesta liðið hjá nøkrum felag fer at enda omanfyri 07 vestur ella FC Suðuroy, men enn er ein teoretiskur møguleiki fyri tí. Úrslitini í dag spældu soleiðis av at FC Suðuroy, sum var favorittur í dag tapti fyri HB í Gundadali. Og tá 07 vestur vann útidystin móti Víkingi sær stigatalvan øðrvísi út, enn hon gjørdi áðrenn 23.umfar. TB liðið hevur havt eitt framúr gott kappingarár. Tvøramenn hava bert tapt ein dyst í ár, og uppflytingin er longu veruleiki. Men enn er ógreitt hvat lið skal spæla í bestu deildini næsta ár saman við TB. Tvøramenn kunnu longu fyrireika seg til at spæla í bestu deildini næsta ár. Men hóast alt er avgjørt hjá teimum, so gjørdu teir sína skyldu í dag. TB vann heili 7 1 á heimavølli móti KÍ. Hetta er tó ikki størsti sigurin hjá TB í ár. TB vann heili 7 0 á Víkingi fyri summarsteðgin. Fleiri fólk samlaðust í Gundali í dag, tá tað hoyrdist at sjálvur løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen skuldi verja HB málið. Og sigast skal at hann stóð ein brand dyst, og helt málið reint. Thomas Knudsen, sum hevur vart málið hjá 1.deild í HB í alt ár er fluttur av landinum. Tískil kom HB so at siga í neyð í dag, tá teir manglaðu ein málverja. Tað hevur verið siðvenja at HB hevur havt eitt sera gott lið í 1.deild. Men í ár hevur ikki riggað eins væl sum undanfarin ár. Men við trimum stigum í dag við sigurin á FC Suðuroy hevur HB hálað seg eitt stig framum KÍ á næstaftasta plássi, sum í dag tapti heili 7 1 fyri TB. Hvørji lið flyta upp í bestu deildina og hvørji tíverri mugu royna seg í 2.deild næsta ár er ikki avgjørt enn. Enn er spenningurin stórur um hvat lið endar nummar tvey og tískil flytur upp í bestu deildina. Í løtuni er tað felagsliðið úr sundalagnum, EB Streymur, sum sær út at hava tað trupult at fóta sær í næstbestu deildini. Teir eru á 10.plássi og hava sjey stig upp til HB, sum er omanfyri niðurflytingarstrikuna. Tað eru bert 12 stig eftir at spæla um. Hóast Kí í løtuni liggur niðanfyri niðurflytingarstrikuna, so hevur KÍ bert eitt stig upp til HB, og tískil er einki avgjørt enn í 1 deild. TB 62 stig O7 vestur 40 stig FC Suðuroy 38 stig B36 34 stig NSÍ 31 stig AB 30 stig Víkingur 25 stig HB 23 stig KÍ 22 stig EB Streymur 16 stig Í Dundurdali búgva sjey børn. Tey spæla næstan altíð, og ikki gongur tað altíð so friðarliga fyri seg. Helst má okkurt henda alla tíðina, og tað ger tað Her sigur Rúna frá, hvussu tey funnu uppá at hava barnafagnað. Tá sleppur Marita at spæla við lombini og øll hini djórini í Dundurdali. Um várið leypa tey av takinum á brenniskúrinum og ríða á tarvinum. Og tá ið jólini nærkast, kemur tíðin við siropskøkum, gávum og veitslu.Í dag eitur søgan Tá ið tað regnar. Astrid Lindgren skrivaði og Ella Smith Clementsen týddi. Bókadeild Føroya Lærarafelag gav út í 2007.Vár Berghamar Jacobsen lesur. Tveir harðir jarðskjálvtar vórðu í Barðabungu og Dyngjujøkli í Íslandi í nátt. Annar skjálvtin var máldur til 5,3 á Ricther stiganum, upplýsir Gunnar B. Guðmundsson, jarðfrøðingur á íslendska veðurstovninum. Skjálvtin var á 5.000 metra dýpi. Eitt kanningarlið hevur verið á flogi yvir jarðskjálvtaøkinum, men Magnus Tumi Guðmundsson, professari, sigur við íslendska kringvarpið, at í løtuni bendir einki á, at tað fer at goysa meiri. Tað siga aðalskrivarar og leiðarar í 10 norðurlendsum missiónsrørslum, sum hava havt fund í Føroyum, í eini áheitan á norðurlendskar politikarar og miðlar. Nógvir politikarar í Norðurlondum sýta fyri at varpa ljós á støðuna hjá teimum kristnu, tí tað er betri at varpa á trúarfrælsi fyri øll, heldur enn at taka ein ávísa bólk framum. Umleið 500 skjálvtar vóru máldir í Bárðabungu og Dyngjujøkuli í Íslandi í nátt, og enn er stórt virksemi í skjálvtaøkinum, sigur Bergur Hermanns Bergsson, tøknufrøðingur á veðurstovninum í Íslandi. Grein 19 nevndin, sum løgtingið setti at kanna viðurskiftini kring Eik Grunnin, ætlar at koma við eini niðurstøðu í hesi tingsetuni. Nevndin hevur fund aftur týsdagin, og tá verður hildið fram at orða setningin fyri kanningina. Nevndin skal eisini fáa sær hjálparfólk, sum helst verður ein løgfrøðingur, at ráðgeva sær, tá fólk verða biðin um at geva nevndini frágreiðing. Sambært lógini skal Grein 19 nevndin kanna viðurskifti í sambandi við virksemið hjá Eik grunninum frá 2002 til 2010, og eftirlitið við grnninum frá 2002 til mai í ár. Joen Magnus Rasmussen, formaður í Grein 19 nevndini, væntar, at tað fer at taka drúgva tíð at viðgera málið. Men ætlanin er at koma við eini niðurstøðu í hesi tingsetuni, er í seinasta lagi á ólavsøku. Í ár var sjómannadagurin fluttur yvir í Klaksvíksgarðin, og eisini var ein fiskabuf t roynd á fyrsta sinni. Hetta var so væl umtókt, at fólk stóðu í bíðirøð í umleið hálvan annan tíma. Longu er avgjørt, at sjómannadagurin verður hildin aftur komandi ár. Fiskatilfeingið í framtíðini var evni á pallborðsfundinum, sum var í Klaksvík í sambandi við Sjómannadagarnar, og Dennis Holm var millum teirra, sum sat við pallborðið. Dennis Holm, sum er samfelagsfrøðingur, hevur í fleiri ár granskað í fiskivinnuspurningum. Hann sigur seg vera ovfarnan av allari vitanini, sum fiskimenn hava. Tá fiskidagarnir vórðu til viðgerðar í tinginum herfyri, varð víst á, at tað er trupult hjá tinginum at taka støðu, tí tilmælini frá Fiskidaganevndini og Havstovuni eru so ólík, og tingfólk eftirlýstu eitt felags tilmæli um fiskidagar. Petur Steingrund, fiskifrøðingur, segði á pallborðsfundinum í Klaksvík, at tað ber væl til at samansjóða sjónarmiðini hjá fiskimonnum og fiskifrøðingum. Eitt føroyskt sendifólk í Moskva fær ikki stóran týdning fyri vinnulívið, uttan so at góða sambandið við donsku uttanríkistænastuna verður varðveitt. Tað heldur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti, sum útflytir laks til russiska marknaðin fyri millum 150 og 300 milliónir krónur um árið. Løgmansskrivstovan søkir nú eftir sendifólki til Moskva. Umframt at umboða føroyska myndugleikar mótvegis russiskum myndugleikum og øðrum sendistovum í Moskva, skal sendifólkið røkja sambandið við vinnulív og mentanarlív. Regin Jacobsen sigur, at tað er avmarkað, hvat tann føroyska uttanríkistænastan kann gera. Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum Fiskiskapurin byrjaði 21. juli, so kvotan vardi í ein góðan mánað. Trolararnir fingu boð um at gevast at fiska leygardagin klokkan trý seinnapartin. Felagið varð stovnað í Keypmannahavn og tað er, sambært teimum, sum stovnaðu felagið, ein fólkslig rørsla, sum vil varðveita og styrkja ríkisfelagsskapin, sum tey siga, til gagns og gleði fyri komandi ættarlið. Nauja Lynge, sum hevur tikið stig til nýggja felagsskapin og er forkvinna, sigur, at tey eru sannførd um, at Grønland, Føroyar og Danmark eisini í framtíðini eiga at samstarva og vera saman. Hesin felagsskapur, sum vit hava kent í øldir, er rætta grundarlagið undir einum nýggjum, fruktabærum og javnbjóðis samstarvi. Felagið Ríkisfelagsskapurin skal ikki bara vera fyri tey fáu, men heldur ein fólkslig rørsla. Styrkin hjá rørsluni eru familjubond og tætta sambandið millum føroyingar, grønlendingar og danir. Umframt hana eru Jairus Lyberth, Martine Lynge Lyngesen, Nikolaj Olsvig, Edmund Joensen, Michael Keldsen og Morten Larsen í nevndini hjá felagnum Ríkisfelagsskapinum. Hagtølini tala sítt týðiliga mál fleiri føroyingar doyggja í dag av krabbameini meðan færri dag doyggja av hjarta og æðrasjúkum enn fyri 30 árum síðan, vísa nýggj hagtøl hjá Hagstovu Føroya. Tað hevur verið ein líðani gongd hesi tríati árini, men tó eru tær størstu broytingarnar hendar tey síðstu 10 15 árini, skrivar Hagstovan á heimasíðuni . Fyri tretivu árum síðan doyðu meir enn helvtin av hjarta og æðrasjúkum, 52 hjá monnum og 53 hjá kvinnum, sambært nýggju hagtølunum hjá Hagstovuni Næst vanligasta deyðsorsøkin var krabbamein 21 hjá monnum og 22 hjá kvinnum . Nú eru tey, ið doyggja av hjarta og æðrasjúkum, minkað niður í 30 hjá monnum og 26 hjá kvinnum. Hinvegin eru talið av føroyingum tey, ið doyggja av krabbameini, vaksið upp í 31 hjá monnum og 26 hjá kvinnum. Aðrar broytingar eru millum annað, at tað eru nógv færri, ið doyggja av vanlukkum nú enn fyri tríati árum síðani. Franski forsetin, Fran ois Hollandes, hevur biðið forsætisráðharran hjá sær, Manuel Valls, um at skipa nýggja stjórn, skrivar tíðindastovan Reuters. Valls hevur verið forsætisráðharri síðan mars mánað, tá Hollande vildi tekkjast fólkinum meira, eftir at hava framt ógvusligar broytingar, fyri at bøta um búskapargongdina í landinum. Higartil hevur ikki eydnast honum at fáa betri undirtøku millum fólki, og Hollande er ringast umtókti forsetin í Fraklandi í nýggjari tíð, sambært tíðindastovuni. Hetta er tvífalt so nógv, sum metingarnar annars vóru, skrivar Danmarks Meterologiske Institut, DMI í einum tíðindaskrivi. Nýggja kanningin er gjørd av European Space Agency ESA og Alfred Wegener Institute. Kanningin vísir, sambært DMI, at samanbræðingin er meira enn tvífalt so stór, síðani fyrsta áratíggið í hesi øldini. Hetta merkir, at bráðnaður innlandsísur í Grønlandi nú elvir til, at sjógvurin fløðir ein millimetur meira á hvørjum ári. Tað tykist, sum hitin í Norðureuropa er fluttur upp til Grønlands, sigur Kristian Pagh Nielsen, alisfrøðingur á DMI í tíðindaskrivinum. Í Summarmorgni greiðir Kristina frá, hvussu tað er at ganga á einum skúla, har kappingin er hørð, men umstøðurnar at menna seg sum tónleikara eru góðar. Í 2016 missir Strandferðslan 4.500 arbeiðstímar um árið, tá nýggju reglurnar um hvíldartíðina hjá manningunum fara at virka fult út. Tað hevur við sær, at um tað fer at goysa, so verður ikki talan um so nógva øsku ella vatnflóð, sum tá Eyðafjallajøkul goysti fyri nøkrum árum síðani. Hóast tað ikki hendir so nógv í jarðskjálvtaøkinum í dag sum um vikuskiftið, so er framvegis nógv virksemi í skjálvtaøkinum, sigur Bergur Hermanns Bergsson, tøknifrøðingur á veðurstovninum í Íslandi. Sambært íslendska fíggjarmálráðnum eru Ísland, Danmark, Føroyar, Grønland, Noreg og Svøríki við í sáttmálanum, sum er gjørdur við Hong Kong. Síðani 2007 hevur ein bólkur hjá Norðurlendska ráðharraráðnum arbeitt við at fáa í lag sáttmálar við lond, sum hava lágan skatt og ikki áleggja bankum at upplýsa nakað sum helst um sínar kundar. Sáttmálin, sum nú er gjørdur við Hong Kong, loyvir til dømis TAKS at biðja skattamyndugleikarnar í Hong Kong um upplýsingar um føroyskar fyritøkur og føroyingar. Allir slíkir sáttmálar sum tann millum Norðurlondini og Hong Kong skulu góðkennast og staðfestast í londunum, áðrenn teir koma í gildi. Hevur tú eina iPhone 5, ið javnt og samt skal løðast, kann tað vera, at feilur er á battarínum, og at battaríið tískil skal skiftast, hóast telefonin er nýggj. Apple upplýsir á heimasíðu síni, at feilur er á battarínum í nøkrum telefonum, ið fyritøkan seldi í tíðarskeiðnum frá september 2012 til januar 2013. Tað eru tó ikki allar telefonir, ið hava feilin. Kundar, ið hava keypt eina av telefonunum, við feilinum á battarínum, fáa skift battaríið út ókeypis, boðaði fyritøkan frá í tíðindaskrivi í seinastu viku. Til tess at kanna tína fartelefon mást tú fyrst vita framleiðslunummarið á tíni iPhone 5 fartelefon, ið tú sært undir General og síðani velur Settings á telefonini og at enda Serial Number, myndin. Apple upplýsir, at fyritøkan longu er byrjað at skifta battaríir í USA og Kina. Í øðrum londum verða battaríini skift frá fríggjadegnum 29. august. Tað var leygarkvøldið um nátturðatíð, at løgreglan fekk fráboðan um, at ein maður hevði sligið ein 40 ára gamlan útlendskan mann í andlitið. Útlendingurin er í Føroyum í sambandi við átakið hjá Sea Shepherd, og hann sat hetta kvøldið á varðhaldi í einum bili og kikaði eftir grindahvali. 21 ára gamli maðurin greiddi í grundlógarforhoyri í morgun frá, at hann vildi tosa við útlendingin og spyrja hann um, hví hann fyrr í summar hevði gjørt seg inn á bilin hjá pápa hansara. Men útlendingurin hevði bara flent at honum, og tí gjørdist hann illur og langaði honum nevan í andlitið tvær ferðir. Nakrar tímar seinni fekk løgreglan fráboðan um, at 21 ára gamli maðurin hevði sligið ein annan mann, ein føroying, í andlitið við nevanum. 21 ára gamli maðurin var í báðum førum ávirkaður av rúsdrekka, og tí mintist hann ikki alt sum fór fram, men hann játtaði seg partvíst sekan í at hava framt harðskap. Ákæruvaldið vísti 21 ára gamla mynd av útlendinginum við skaðum í andlitinum. Ungi maðurin segði í rættinum, at hann hevði ikki ábyrgdina av øllum skaðunum, sum maðurin hevði fingið. Millum annað var eitt merkið í andlitinum, sum 21 ára gamli maður sigur, at hann ikki hevur gjørt, tí hann slóg hann ikki har. Hann hevur sjálvur gjørt skaða á seg, segði 21 ára gamli. Á heimasíðuni hjá Sea Shepherd var mynd av útlendinginum, sum vísir hondina, sum eisini er innbundin. Men í rættinum kom fram, at talan helst er um ein fingur, sum er farin úr lið. Av tí at 21 ára gamli maðurin hevði treytaðan dóm fyri harðskap frá november í fjør, avgjørdi rætturin at varðhaldsfongsla hann, meðan løgreglan kannar málið. Talan er um nøkur skip og bátar sum oljan kann vera likin frá, sigur Jaspur Vang, sýslumaður. Hvørji skip ella bátar talan er um, vil hann ikki siga nakað um. Tá endurgjaldskravið er gjørt upp og frágreiðing skrivað, verður málið latið ákæruvaldinum, sigur hann. Løgreglan bar skjótt at, eftir at boð fríggjadagin komu um, at olja var at síggja á Trongisvágsfirði. Royndir vórðu tiknar av oljuni á sjónum, og royndir vórðu eisini tiknar av olju umborð á nøkrum bátum og skipum sum vórðu sædd á leiðini har oljan rak. Jaspur Vang, sýslumaður, sigur, at løgreglan síðani hevur avhoyrt partarnar í málinum, og tað arbeiðið er komið undir land. Hann væntar at endurgjaldskrav kemur, og tá tað er komið, verður málið sent ákæruvalinum, sum síðani tekur avgerð um, hvat skal henda í málinum. Jaspur Vang vil ikki siga, hvørji skip ella bátar talan er um, tí eingin orsøk er til at leggja nakran undir nakað, sum viðkomandi ikki hevur gjørt, sigur hann. Tað var tíðliga seinnapartin fríggjadagin, at tyrlan boðaði frá, at olja rak uttarlaga á Trongisvágsfirði. Oljan rak ímóti alibrúkinum hjá Faroe Farming, og fólk á alibrúkinum bað um hjálp, fyri at forða fyri, at oljan rak á brúkið. Fólk frá sløkkiliðnum á Tvøroyri fór til hjálpar, og legði einar 500 metrar av oljusperring við brúkið, so oljan ikki gjørdi fiskinum skaða. Oddur Dimon, sløkkiliðsleiðari, sigur, at talan var um vanliga diselolju, og tí dampaði hon skjótt, men ein partur av oljuni rak ímóti alibrúkinum og kundi uttan iva elvt til trupulleikar hjá fiskinum. Oljusperringarnar sum verða nýttar, verða bert nýttar einaferð, og oljusperringarnar sum vórðu lagdar við alibrúkið hjá Faroe Farming, kosta einar 160.000 krónur Tað játtaði Faroe Farming at rinda fyri, sigur sløkkiliðsleiðarin. Venjarin hjá føroyska fótbóltslandsliðnum, Lars Olsen, hevur í fyrsta umfari tikið út 24 spælarar til dystin móti Finnlandi á Tórsvølli sunnudagin 7. september. Nevnast kann, at av teimum 24, sum tiknir eru út, spæla níggju í feløgum uttanlands. Teir 24 spælararnir, sum hava fingið landsliðsboð, eru hesir Málverjar Gunnar Nielsen, Motherwell Teitur Matras Gestsson, HB Tórður Thomsen, B36 Verja Jónas Tór Næs, EB Streymur Viljormur Davidsen, Vejle Johan Troest Davidsen, HB Odmar Færø, B36 Rógvi Baldvinsson, Bryne BK Sonni Ragnar Nattestad, AC Horsens Ari Mohr Jónsson, Silkeborg IF Hørður Askham, B36 Bárður Hansen, Víkingur Alex Mellemgaard, B36 Miðvallarar Fróði Benjaminsen, HB Gilli Sørensen, AaB Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ Róaldur Jakobsen, B36 Kaj Leo í Bartalsstovu, Levanger Christian Lamhauge Holst, Fremad Amager Hallur Hansson, Víkingur Brandur H. Olsen, FCK Álop Páll A. Klettskarð, KÍ Klæmint A. Olsen, NSÍ Arnbjørn Hansen, EB Streymur Lars Olsen sigur, at úttøkan kann síggjast sum ein nýggj, frísklig byrjan hjá føroyska landsliðnum. Nr. 2 gjørdist Johnhard Klettheyggj, somuleiðis úr Veiðifelagnum Byrsumúla, við 95 dúgvum 14 dúgvum í semifinaluni og 9 í gullfinaluni. Tá SEV fyri einum ári síðani misti einkarrættin at nýta áir at framleiða streym, fingu onnur enn SEV møguleikan at brúka áir og vøtn til at framleiða streym. Hóast nógv gransking og fleiri viðgerðarmøguleikar, doygga fleiri av krabbameini nú enn fyri 30 árum síðani. Hinvegin doyggja nógv færri av hjarta og æðrasjúkum. Væntaði meðal livialdurin hjá monnum er 79,3 ár og hjá kvinnum 83,4 ár. Tað kemst millum annað av, at færri doyggja av vanlukkum enn fyri 30 árum síðani. Um vikuskiftið hendi tað, sum mong hava stúrt fyri seinastu tíðina tað gjørdist áfast millum ein føroying og umboð fyri umhvørvisverndarfelagsskapin, Sea Shepherd. Mynd Millum teirra, sum vóru komin at siga farvæl, var Hans Hansen, fyrrverandi flogskipari í Atlantsflogi. Hann eigur nógvar tímar í British Aeropace flogførunum. Barnaverndarmál eru ymisk, og kunnu snúgva seg um einfalda ráðgeving, men eisini um børn, sum verða sett heiman móti viljanum hjá foreldunum, sokallað umsorganaryvirtøka uttan samtykki. Tí ber illa til at samanbera støðuna í ymsu barnaverndartænastunum, tí talið eitt einstakt ár í sjálvum sær sigur ikki so nógv um støðuna, stendur at lesa í ársfrágreiðingini fyri 2013. Sum frálíður fara hagtølini at vísa, um talið á barnaverndarmálum broytist, og um fyrsiskipanirnar, sum barnaverndartænasturnar seta í verk, tæna endamálinum, verður sagt. Hagtalsskrásetingin er skipað soleiðis, at hvørt barnið sær er skrásett sum eitt mál. Tað merkir, at sama familja kann vera skrásett sum fleiri barnaverndarmál í skipanini, um stuðul verður veittur fleiri børnum í somu familju. Undanfarin ár hevur verið galdandi, at børn kundu halda fram í skipanini, eftir at tey vóru fylt 18 ár, um serligar umstøður talaðu fyri tí. Tó kundu tey í mesta lagi halda fram í barnaverndartænastuni til 21 ára føðingardagin. Aldursmarkið varð í 2012 hækkað til 23 ár. Henda broyting sæst aftur í frágreiðingini fyri 2013 og hevur við sær, at fyrivarni skal takast, um samanborið verður við frágreiðingar fyri undanfarin ár. Regin Jacobsen er stjóri í Bakkafrost. Klokkan sjey okkara tíð í morgun legði hann fram roknskapirnar fyri tað, sum farið er av árinum, fram í keypsskálanum í Oslo, har sum Bakkafrost er skrásett. Fíggjarleiðarin á Strandferðsluni varskógvaði í desember í fjør fíggjarnevndina hjá løgtinginum um, at játtanin á Strandferðsluni ikki fór at halda, og at hann helt, at landsstýrismaðurin í vinnumálum hevði ført tingið bak ljósið . Landsstýrismálanevndin skal millum annað kanna, um handfaringin hjá landsstýrismanninum hevur verið viðvirkandi til, at stovnurin í fjør brúkti meira enn fýra milliónir krónur í heimildarloysi. Trygdartænastan í Ukraina boðaði í gjár frá, at teir 10 hermenninir, sum eru russiskir ríkisborgarar, ólógliga vóru farnir yvirum markið til Ukraina. Teir vóru tiknir nærhendis einum lítlum býi umleið 50 kilometrar sunnan fyri Donetsk, og verða nú avhoyrdir. Ukrainski verjumálaráðharrin skrivaði í gjár á Facebook, at Russland vil vera við, at hermenninir fremja hernaðarvenjingar, men í veruleikanum leypa teir á Ukraina, skrivaði hann. Boðini komu í gjár, dagin áðrenn Petro Porosjenko, forseti í Ukraina, og Vladimir Putin, forseti í Russlandi, skulu hittast, í dag. Myndugleikarnir í Kijev hava leingi ákært russisku mynduleikarnar í Moskva fyri at stuðla russiskt sinnaðu uppreistrarfólkunum í eystara partinum av Ukraina. Íløgurnar verða fíggjaðar yvir raksturin, við verandi lánsfígging og við nýggjari fígging, um tað er skilabest fyri felagið. Íløguætlanin verður endurmett hvørt ár, og hendir okkurt óvæntað, kann Bakkafrost útseta íløgur. Nýggja kryvji og virðisøkingarvirkið á Glyvrum verður framskundað og gjørt betri, so kappingarførið hjá Bakkafrosti verður 20 milliónir krónur betri um árið. Stóra oljustevnan í Stavanger, Offshore Northern Seas, vanliga nevnd ONS, læt upp í gjár, og Føroyar eru væl umboðaðar á stevnuni. Fyritøkurnar á básinum eru millum annað Atlantic Supply Base, Pam Offshore MEST , Thor Offshore, Skansi Offshore, Kemilux, Atlantic Airways, Faroe Ship og havnirnar í Runavík, Havn, Vági og á Tvøroyri. Harafturat eru umboð fyri Jarðfeingi og Oljuvinnufelagnum við á stevnuni. Tórshavnar kommuna og Runavíkar kommuna standa fyri føroyska tjaldinum á festivaløkinum. Har fer Hotel Føroya at borðreiða við mati, og føroyskir tónleikarar fara at framføra. Sluppin Westward Ho liggur eisini við bryggju undir stevnuni, og í dag verður skipað fyri móttøku umborð. Men góða gongdin fyrra hálvárið ger, at nú væntar samtakið millum 140 og 160 milliónir í avlopi, sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í TF Holding Samtakinum. Tá parturin hjá minnilutaáhugamálunum verður drigin frá, er hálvársúrslitið 111 milliónir krónur eftir skatt og eginognin 2,4 milliardir. Minnilutaáhugamálini eru í høvuðsheitum ognarparturin hjá Fíggjarligum støðufesti í Eik Banka. Kappingin um tryggingar er herd. Hálvársúrslitið hjá skaðatryggingarvirkseminum er 7,7 milliónir krónur í halli eftir skatt. Tað er ikki nøktandi, verður sagt í tíðindaskrivi. Tað liggur á ljóði, at Mikkjal Thomassen møguliga verður vennjari hjá KÍ komandi kappingarár. Sigurin á oddaliðnum B36 í Gundadali sunnudagin kemur tí rímiligt væl við hjá Eyðuni Klakstein. Sama um leiðslan ikki longur hevur álit á mær, so hava hvørki eg ella spælararnir mist trúnna á egnan mátt, og tað vístu vit í dag, segði Eyðun Klakstein í viðtal við Kringvarpið í Gundadali sunnudagin. Klokkan 11 fer nevndin í Heilsurøktarafelagnum á fund við leiðsluna á Landssjúkraúsinum og leiðsluna á psykiatriska deplinum um starvsfólkini hjá felagnum, sum hava fingið hoyringarskriv um uppsøgn. Talan er um níggju starvsfólk, sum ætlanin er at siga úr starvi, tí 10 av sálarsjúku búfólkunum verða flutt í nýggja heimið Eystan Heyg. Maibritt Mohr, forkvinna í Heilsurøktarafelagnum, sigur, at felagið neyvan kann tryggja øllum starvsfólkunum at verða verandi á psykiatriska deplinum, men felagið heldur, at leiðslan ikki hevur gjørt nóg mikið fyri at tryggja nøkrum av starvsfólkunum varandi starv, tí tey kunnu nýtast aðrastaðni á psykiatriska deplinum. Tað dregur út við at umvæla Shefa kaðalin, sum brek koma á um ólavsøkumundið. Brekið er á leiðini millum Orkneyoyggjarnar og Skotland. Enn er ógreitt, hví brek kom á hesaferð tað sæst ikki fyrr enn kaðalin verður tikin upp. Páll Vesturbú, stjóri í FT Neti, sigur, at skipið sum skal nýtast til at umvæla kaðalin, hevur verið nýtt til aðrar uppgávur, og tí verður tað ikki tøkt at fara undir umvælingararbeiðið fyrr enn seinast í hesi vikuni. Nógv brek hava verið á Shefa kaðalinum seinnu árini, og tí eru fyrireikingar gjørdar til eina umfatandi umlegging av kaðalinum á leiðini, har brekið nú er. Tann ætlanin heldur fram, og kaðalin verður lagdur betur á leiðini millum Orkneyoyggjarnar og Skotland, so sleppast kann undan nógvu brekunum. Hóast Shefa kaðalin ikki hevur verið nýttur í umleið ein mánað, so ávirkar tað ikki samskiftið stórvegis, tí alt samskifti fer gjøgnum hinar kaðalarnar, Farice og Cantat, sum eisini eru partur av kaðalskipanini hjá Føroya Tele. Tað hevur hent seg fleiri ferðir seinastu árini, at Shefa aðalin er skaddur av skipum, sum royna eftir skeljum á leiðini har kaðalin liggur. Og FT Net arbeiðir við at krevja endurgjald frá teimum sum hava ábyrgdina av tí. Páll Vesturbú, stjóri, sigur, at talan er til eitt skotskt skeljaskip sum illgruni er til, og arbeitt verður framvegis við málinum um endurgjald. TF Holding hevur áhuga at keypa seinasta partin av Eik Banka frá Fíggjarligum støðufesti, sum framvegis eigur 30 prosent av bankanum. TF Holding Samtakið væntar sær nógv størri vinning í ár enn væntað varð, tá árið byrjaði. Tá 2013 endaði varð mett, at úrslitið eftir skatt í 2014 fór at verða 70 100 milliónir krónur Men góða gongdin fyrra hálvárið ger, at nú væntar samtakið millum 140 og 160 milliónir í avlopi, sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í TF Samtakinum. Tey trý valdu hvør sína útgávu úr plátusavninum, sum hevur havt stóran týdning fyri tey sum tónleikarar. Útgávurnar, sum verða umrøddar, eru Vónir hjá Judy amp Óla 1983 , Tonglabeiggi hjá Paula í Sandagerði 1998 og Mitt í eini meining hjá Debess amp Petersen. Men hann hevur ikki undirtøku fyri ætlan síni í samgonguni. Bæði Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður og formaður í Sambandsflokkinum, og Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, siga kortanei. Kjak um at einskilja landsjørðina verður í sjónvarpsstovuni í kvøld millum Jacob Vestergard, landsstýrismann, og Bjørt Samuelsen, tingkvinnu. Vertur er Beinta Løwe . Blóðroyndirnar kunnu vera endaliga loysnin á trupuleikanum við ridluskriðanum, sum hevur herjað har um leiðir seinastu trý árini. Trupulleikin er bara, at blóðroyndirnar bara liggja har og savna dust. Hoyr samrøðu við Duritu Terjadóttir Svarthamar, bóndakona í Skælingshaga norður, har illgruna er um, at væl yvir 100 seyðir hava fingið sjúkuna. Venjarin hjá føroyska fótbóltslandsliðnum, Lars Olsen, hevur í fyrsta umfari tikið út 24 spælarar til dystin móti Finnlandi á Tórsvølli sunnudagin 7. september. Dysturin verður tann fyrsti hjá Føroyum í nýggju undankappingini til EM endaspælið í Fraklandi í 2016. Nýggj nøvn á yngri spælarum síggjast á yvirlitinum, sum landsliðsvenjarin kunngjørdi á tíðindafundi í FSF húsinum í gjárkvøldið. Fleiri spælarar á U 21 landsliðnum flyta nú upp á A landsliðið. Nevnast kann, at av teimum 24, sum tiknir eru út, spæla níggju í feløgum uttanlands. Teir 24 spælararnir, sum hava fingið landsliðsboð, eru hesir Málverjar Gunnar Nielsen, Motherwell Teitur Matras Gestsson, HB Tórður Thomsen, B36 Verja Jónas Tór Næs, EB Streymur Viljormur Davidsen, Vejle Johan Troest Davidsen, HB Odmar Færø, B36 Rógvi Baldvinsson, Bryne BK Sonni Ragnar Nattestad, AC Horsens Ari Mohr Jónsson, Silkeborg IF Hørður Askham, B36 Bárður Hansen, Víkingur Alex Mellemgaard, B36 Miðvallarar Fróði Benjaminsen, HB Gilli Sørensen, AaB Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ Róaldur Jakobsen, B36 Kaj Leo í Bartalsstovu, Levanger Christian Lamhauge Holst, Fremad Amager Hallur Hansson, Víkingur Brandur H. Olsen, FCK Álop Páll A. Klettskarð, KÍ Klæmint A. Olsen, NSÍ Arnbjørn Hansen, EB Streymur Sigfríður Clementsen, venjari hjá Víkingi, og viðmerkjari hjá Kringvarpinum til landsdystirnar, umrøddi mánamorgunin landsliðssúttøkuna. Í bókini eru nótar skrivaðir upp til útivið 300 føroysk fólkaløg. Frammanundan hevur høvundurin skrivað upp fleiri løg til bøkurnar Føroya kvæði, Kingoløg og løg til danskar vísur og skjaldur. Zakaris Wang, ið stjórnar Stiðjan, greiddi frá útgávuni hjá forlagnum. Heilsurøktarar kunnu arbeiða á fleiri deildum á Landssjúkrahúsinum, og teir møguleikarnir eiga at verða kannaðir, aðrenn níggju heilsurøktarar, sum hava fingið ætlanarskriv um uppsøgn, verða sagdir úr starvi. Tað vóru greiðu boðini frá forkvinnuni í Heilsurøktarafelagnum, Maibritt Mohr, sum saman við tveimum álitisfólkum hitti leiðsluna á Psykiatriska deplinum í dag. Heilsurøktararnir verða sagdir upp, tí 10 av 15 búfólkum á deplinum hava fingið bústað á nýggjum stovnum í Havn, sum hoyra undir Almannamálaráðið. Psykiatriski depilin hoyrir undir Heilsumálaráðið, og sambýlini Eystan Heyg og Millum Heyggja hoyra undir Almannamálaráðið. Tá talan er um nýggj størv á nýggju heimunum, skulu tey lýsast leys, og tí kunnu starvsfólk á Psykiatriska deplinum ikki flytast yvir í nýggju heimini, men noyðast at søkja størvini, tá tey verða lýst leys. Nýggja appin hjá Facebook, sum hevur heitið Facebook Messenger, krevur millum annað atgongd til sms boð hjá teimum, ið fáa sær appina. Tað er eingin orsøk at stúra, men tað er neyðugt at taka ymisk fyrilit, tá tú fært tær slíka tøkni á telefonina. Hannes Gislason er professari í samskiftistøkni og starvast á Fróðskaparsetrinum. Vit hoyra útvarpsleikin Frændaleysur . Hector Malot hevur skrivað um Remi. Ein norðmaður hevur gjørt søguna til leik. Niels Nattestad týddi til føroyskt. Birita Mohr legði til røttis fyri Barnaútvarpið í 1988. Ria Tórgarð sigur frá Sí upptøkuna, har Michael Gram frá løgregluni vísir tær, hvussu eldfim battarí kunnu vera, tá tey verða tveitt í ruskílatið heima hjá tær. Tað halda formenninir í Fiskimannafelagnum, Maskinmeistarafelagnum og Skipara og navigatørfelagnum, sum fara at heita á løgmann um at taka veiðiloyvið frá Anitu. Jenis av Rana, løgtingsmaður og formaður Miðfloksins, skal eisini avhoyrast, nú Hans Gammeltoft Hansen, kanningarstjóri hjá løgtinginum, kemur aftur til Føroya. Hans Gammeltoft Hansen sigur, at Jenis av Rana verður avhoyrdur mánadagin klokkan eitt korter til tíggju. Klokkan hálvgum ellivu verður Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri, avhoyrd. Fyri einum ári síðani segði Jenis av Rana við Útvarpið, at tað var ikki rætt, tá løgmaður segði, at hann einki visti um atfinningarnar hjá deildarstjórunum í Innlendismálaráðnum um uppskotið um avtaluna millum landsstýrismannin og Copenhagen Infrastructure Partners um Eysturoyartunnilin, fyrr enn Kringvarpið avdúkaði atfinningarnar. Jenis av Rana segði 30.august, at skjalið við atfinningunum hjá deildarstjórunum varð viðgjørt á fundi hjá formonnunum í samgonguflokkunum 19.august í fjør. Kortini segði løgmaður, formaður Sambandsfloksins, seg einki vita um atfinningarnar fyrr enn slakar tvær vikur seinni, tá Dagur og Vika kundu almannakunngera atfinningarnar hjá deildarstjórunum. Í morgin fer Hans Gammeltoft Hansen at avhoyra Kára P. Højgaard, sum var landsstýrismaður í innlendismálum og byrjaði málið um privata Eysturoyartunnilin. Í frágreiðingini verður greitt frá um hópneyðtøkur, burturflytingar og ólógligan handil við gentum, so ungar sum 11 ára gamlar í norðurbretska býnum. Eingin veit, hvussu umfatanadi kynsligi ágangurin móti børnunum hevur verið í Rotherham, sigur Alexis Jay, professari, sum legði fram frágreiðingina, sum býráðið í Rotherham setti í verk. Vit meta, at um 1400 børn eru kynsliga misbrúkt í tíðarskeiðnum sum vit hava kannað, frá 1997 til 2013, sigur hon, og leggur aftrat, at myndugleikarnir hava ligið á lætu síðuni, og ávaringar um misbrúk eru ikki tiknar í álvara. Býráðsformaðurin í Rotherham, Roger Stone, avgjørdi í stundini at leggja frá sær, tá niðurstøðurnar í frágreiðingini vórðu almannakunngjørdar. Sambært frágreiðingini lýsa offrini gerningsmenninar at verða asiatar, men myndugleikarnir vísa tó á, at nøkur offur ikki vilja siga, hvørja etniska bakgrund brotsmenninir hava, tí vandi er fyri, at tey verða skýrd fyri at vera rasistar. Alexis Jay sigur, at børnini vórðu hótt við, at søgdu tey nøkrum frá hesum, fór teir at stoyta bensin á tey og festa eld í tey, tey vórðu hótt við byrsum, noydd at hyggja at, tá hópneyðtøkur vóru framdar, og tey fingu at vita, at tað var teirra tørn næstu fer. Kanningin varð sett í verk, eftir at fimm menn í 2010 vórðu dømdir fyri kynslig brotsverk í Rotherham. Teir vórðu dømdir sekir í at læra upp tannáringar gentur, til kynsligar tænastur. Bretska dagblaðið The Times skrivar, at fleiri starvsfólk innan løgreglu og barnavernd vistu, hvat fór fram hesi 16 árini, men gjørdu einki. Rotherham er ikki einasta kommunan í norður og mið Onglandi við slíkum stórmálum. Limir í mannfólkabólkum eru handtiknir og dømdir í 11 bygdum og býum, millum annað í Oldham, Rochdale og Derby, skrivar BBC í morgun. Endurtryggingar vóru ikki at taka við. Tí eru skaðarnir fyri egnu rokning størri enn sama tíðarskeiðið í fjør. Og tí hevði Tryggingarfelagið 7,7 milliónir krónur í halli til 1.juli. Í fjør vóru 23,2 milliónir í avlopi fyrra hálvárið, tí tá vóru fáir stórir skaðar. Fyrra hálvárið í ár gav raksturin hjá Bakkafrost samtakinum 398 milliónir krónur. Men eftir skatt vóru 53 prosent eftir av teimum pengunum. Sambært Bakkafrosti er hægri skattur høvuðsorsøkin til úrslitið eftir skatt í ár. 213 av teimum 398 milliónunum eru eftir, tá skatturin er tikin. Tað er í sambandi við, at Høgni Joensen, landslækni, gevst í embætinum í heyst fyri aldur, at landsstýrismaðurin vil fremja yvirtøkuna. Embætið er í dag partur av danska Heilsustýrinum. Hetta undrar ikki stjóran á Búnaðarstovuni, Bjørn Patursson. Síðani Búnaðarstovan í mai mánaði fekk heimild at lata loyvi at skjóta grágæs, hevur árstíðin ikki verið til tað Nú summarið er farið at halla, væntar Bjørn Patursson, at stóru flokkarnir av grágæs aftur fara at verða at síggja á sláttubøi, har tær ofta gera stóran skaða. Jarðfeingi og SEV arbeiða við at gera umstøðurnar betri at hava el akfør í Føroyum. Í løtuni verða møguleikar kannaðir at seta upp løðistøðir runt í landinum til el bilar. Ein løðistøð kostar umleið 15.000 krónur, og tað tekur umleið seks tímar at løða bilin. Og tað er ikki dýrt at løða bilin einar 30 krónur, stendur í frágreiðingini. Og fyri at seta gongd á, kann verða talan um ókeypis løðingar at byrja við, skrivar Jarðfeingi, sum væntar, at kommunur og størru fyritøkurnar í landinum hava áhuga í at seta upp slíkar løðistandarar. Jarðfeingi og SEV hava seinastu tvey árini kannað møguleikar at seta upp vindmyllur í Suðuroy, og væntandi verður loyvi at gera streym úr vindorku boðið út fyrst í nýggja árinukm, skrivar Jarðfeingi í frágreiðing um arbeiði á orkudeildini seinastu tvey árini. SEV ætlar í fyrstu atløgu at seta upp tvær vindmyllur í Suðuroy. Verkætlanin er mett at kosta umleið 25 miljónir krónur. Hoyr Terja Nielsen, verkfrøðing hjá SEV, í útvarpstíðindunum. Í Summarmorgni hugleiddi hann í morgun um býarmyndina í Havn, og hvussu hugburðurin hjá føroyingum til byggilist er broyttur, síðan hann fór í starv hjá Tórshavnar kommunu í 1972. Tey flestu høvdu helst rist í knøunum, áðrenn tey vóru komin heilt upp í 345 metra hædd við ongari trygdarlínu, men tað nervar ikki hesi ungu fólkini. Fyri viku síðan klintraðu tey upp á toppin á einum háhúsum í Hong Kong, har tey fyrst ótu bananir og síðani tóku myndir, so vinfólk kunnu síggja ørandi myndirnar. Hetta er ikki fyrstu ferð, at ungu fólkini hava tikið myndir í ørandi hæddum. Tann eini ungi maðurin í upptøkuni hevur fleiri myndir á heimasíðu síni, skrivar Mashable . Fyrrverandi sjónvarpsstjórin Jógvan Asbjørn Skaale fæst nú mest við at mála. Næsta mánað hevur hann framsýning við nýggjum verkum. Jógvan Asbjørn var gestur í Summarmorgni. Hann er autoriseraður sálarfrøðingur og hevur latið eina viðgerðarstovu upp í miðbýnum í Havn. Hann hevur sum tann fyrsti í danska kongaríkinum eina trý ára serútbúgving sum metakognitivur terapeutur. Eina tvey ára serútbúgving, sum kognitivur atferðartreapeutur. Harafturat hevur hann eisini eina serútbúgving, sum ACT terapeutur, sum er acceptance and commitment therapy. Ja, stutt sagt hevur hann lisið í nógv ár og fingið sær eina forkunnuga útbúgving. Karusellin vitjaði Kristian Eli Andersen í nýggju viðgerðarstovuni, og har fingu vit millum eina ráðgeving, um ein líður av rottu músa ótta. Í morgin klokkan eitt korter til tíggju fer Hans Gammeltoft Hansen undir at avhoyra Kára P. Højgaard, sum var landsstýrismaður í innlendismálum, tá danska íløgufelagið Copenhagen Infrastructure Partners, CIP, skuldi byggja og eiga Eysturoyartunnilin. Sambært arbeiðssetninginum skal kanningarstjórin, sum løgtingsformaðurin setti, kanna, um Kári P. Højgaard hevur fyrisitið málið um Eysturoyartunnilin á lógligan hátt. Kannast skal, um Kári P. Højgaard hevði nóg góða heimild til at samráðast og skriva undir møguligan sáttmála um at byggja, fíggja og reka ein privatan tunnil í tíðini eftir 1.august 2011, um hann hevur brotið lógina um ábyrgd landsstýrismanna við ikki at kunna løgtingið um viðmerkingarnar hjá embætisfólkum í Innlendismálaráðnum frá 4.juli 2013, tá uppskotið um Eysturoyartunnilin varð lagt fyri og viðgjørt í løgtinginum, og við at sýta fyri at útflýggja løgtinginum sáttmálan millum Innlendismálaráðið og Copenhagen Infrastructure Partners, og í øðrum lagi, ikki at geva løgtingslimum møguleika at síggja sáttmálan uttan fyrst at undirskriva trúnaðaravtalu, og tá hann ikki brúkti upplýsingar frá Landsverki, sum varð biðið um at svara fíggjarliga partinum, tá Kári P. Højgaard svaraði fyrispurningi í løgtinginum um privata avtalu við útlendskt felag um Eysturoyartunnil, og Hans Gammeltoft Hansen skal eisini spyrja fyrrverandi landsstýrismannin í innlendismálum, um hann ikki fór út um sínar heimildir við at undirskriva avtalu við Copenhagen Infrastructure Partners um at rinda eina millión krónur í break fee, tí CIP fekk ikki sáttmálan um Eysturoyartunnilin. Starvsmannafelagið og Strandferðslan hava gjørt semju um hvíldartíðina hjá manningunum umborð á Smyrli, sum eru limir í Starvsmannafelagnum, og tí kann skipanin nú setast í verk. Frammanundan hevur Standferðslan avtalur við manningarfeløgini, og nú avtalurnar við Starvsmannafelagið eisini eru fingnar í lag, kunnu reglurnar um longur hvílutíð, sum ásettar við kunngerð frá 2012, setast í verk umborð á Smyrli. Hvíldartíðin verður hildin, meðan skipið siglir millum Tvøroyri og Havnina, og avtalan merkir, at fólk verða ikki drigin í løn, meðan tey hvíla. Umframt Smyril fáa nýggju hvíldarreglurnar eisini ávirkan á hvílutíðina hjá teimum, sum sigla við Teistanum. Og avtalur eru longu gjørdar fyri limirnar hjá Starvsmannafelagnum, ið sigla við Teistanum. Hvíldartíðin fer úr 70 upp í 77 tímar um vikuna. Tað hevur við sær, at Strandferðslan í 2016 missir 4.500 arbeiðstímar um árið, tá nýggju reglurnar um hvíldartíðina hjá manningunum fara at virka fult út. Men longu nú fer hvíldartíðin at ávirka arbeiðið á skipunum. Avleiðingin av kravdu hvíldartíðini kann gerast seinkingar og minni viðlíkahald. Og tað fer eisini at kosta, sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni. Kortini fer Strandferðslan ikki nú at biðja um meiri pening til hvíldartíðina. Umbønin um eykajáttan til Strandferðsluna, sum Johan Dahl, landsstýrismaður, fer at bera tinginum í næsta mánaði, skal brúkast at rinda annan rakstur við. Fleiri jarðskjálvar hava verið í nátt, og harðasti jarðskjálvtin varð máldur til 5,3 á Richter stiganum. Tað er ein av harðastu jarðskjálvtunum í økinum síðani 1992, tá harðir jarðskjálvtar vóru við fjallið Askju. Men tað verður fyri ein prís, sum Fíggjarligt støðufesti kann góðtaka. Annars verður ikki selt. Og nú tað gongur so væl hjá Eik, hava vit ongan skund at selja. Hóast 18 fakfeløg tann 14. desember í 2012 skrivaðu undir sáttmála um at keypa helvtina av partabrøvunum í Føroya Lívstrygging fyri 35 milliónir krónur, so er málið framvegis ikki endaliga avgreitt. Samstundis fekk Ognarfelagið Lív, sum umboðar allar tryggingartakarar í Lív, hina helvtina frá landsstýrinum. Treytin var kortini at Tryggingareftirlitið og avvarðandi myndugleikar skuldu góðkenna keypið. Nær tað verður avgreitt, er framvegis ikki greitt, men í september verður aftur fundur um viðurskiftini kring Lív, og áðrenn tann fundurin hevur verið, er støðan tann sama. Fakfeløgini fóru undir fyrireikingarnar at keypa helvtina av Lív í mars í 2012. Tað hendi eftir at BankNordik, sum ætlaði at keypa Føroya Lívstryggin, kortini ikki vildi keypa. Fakfeløgini halda, at limirnir í feløgunum sum hava sínar eftirlønartrggingar í Lív, fáa meir burturúr, um fakfeløgini sjálvi eiga tryggingarfelagið. Tá fyrsta FM kappingin í svimjing var í 1974, var Jon Hestoy ein teirra, sum leyp út í hylin at kappast. Seinni gjørdi hann bart við fleiri donskum metum og setti gongd á eina hugvekjandi menning innan føroyska svimjing. Í dag kann hann sum formaður í Svimjisambandinum fegnast um einastandandi avrikini hjá Pál Joensen í altjóða kappingum. Jon Hestoy var í vikuni gestur í Summarmorgni. Í góðveðrinum hendan mikudagin í august var Karusellin á vitjan hjá Annfinni og spurdi um nýggju avbjóðingina sum stjóri, háskúlaskeiðið, ið verður, og annars hvussu hann og familjan eru komin upp á pláss í nýggja heiminum. Tað fer at kosta landskassanum yvir 60 milliónir krónur um árið, skulu giftir fólkapensjónistar fáa líka nógv frá landinum sum fólkapensjónistar, sum ógiftir búgva saman. Men hetta verður neyvan broytt í bræði, tí tað kostar landskassanum millum 55 og 65 milliónir um árið at geva giftum líka nógv sum ógiftum. Við verandi fíggjarkørmum havi eg ikki møguleika við stuttum skotbrái at gera slíka broyting, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum. Men hetta verður ikki broytt nú, tí, sum landsstýriskvinnan sigur í svarinum, ein broyting í pensjónslógini, sum ger, at giftir pensjónistar fáa somu pensjón sum sambúgvandi pensjónistar, kostar landskassanum leysliga mett okkurt um 55 65 milliónir krónur um árið. Við verandi fíggjarkørmum havi eg ikki møguleika við stuttum skotbrái at gera slíka broyting, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum. Hon leggur afturat, at neyðugt er at taka spurningin um hjúnastøðu upp í breiðari høpi, tí eisini aðra staðni í føroysku almannalóggávuna er spurningurin viðkomandi. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, er farin á almenna vitjan í ES. Vitjanin byrjar á middegi í dag í Aten, har Maria Damanaki tekur í móti sendinevndini úr Føroyum. Í morgin fara Jacob Vestergaard og Maria Damanaki at viðgera, hvussu uppsjóvarfiskurin í Norðuratlantshavi skal umsitast í framtíðini. Harumframt verða fornsøgulig støð vitjað, eitt nú Akropolis. Fríggjakvøldið bjóðar Maria Damanaki til døgurða í havnarbýinum Pireus. Almenna vitjanin hjá Jacob Vestergaard í ES endar á middegi leygardagin. Eitt rúm til roykjarar var í skipinum, tá tað varð keypt til Íslands í februar, men tað rúmið hevur ikki verið brúkt at roykja í, síðani Børkur kom undir íslendskt flagg. Skiparin sigur á heimasíðuni hjá reiðaríinum, at teir, sum royktu, fingu gylt høvi at leggja av. Og, leggur hann afturat, tíbetur fóru teir ikki at snúsa ella tyggja skrá í staðin fyri. Skiparin sigur, at endamálið er at gera umstøðurnar hjá manningini betri fyri heilsuna, og harafturat slepst undan tubbaksroykinum og øllum óruddinum av tubbaki. Skiparin sigur harafturat, at hann hevur ikki hoyrt nakran gramt seg um roykiforboðið. Tvørturímóti tykjast allir vera fegnir um at sleppa av við tubbakið umborð. Áðrenn trolararnir sluppu at fiska makrel tann 21. juli, varð ein roynd gjørd í felagnum Trolskip at semjast um, hvussu makrelurin skuldi fiskast. Men tvey av feløgunum, sum eiga trolarar, vildu ikki hoyra talan um annað enn at sleppa at fiska. Tað hevði við sær, at nógv fleiri trolarar enn neyðugt fiskaðu makrel, og makrelurin varð fiskaður, tá minst fekk fyri hann. Felagskvotan hjá trolarunum var 22.500 tons, sum var liðug leygardagin. 38 trolarar áttu lut í kvotuni. Tað gevur hvørjum trolara 600 tons, men samstundis stóð í kunngerðini, at einki skip mátti fiska meir enn 2.250 tons, tað eru næstan fýra ferðir meir. Trý av pørunum hjá Faroe Origin fóru á makrelveiðu, og tey samstarvaðu við Rankan, sum Varðin eigur, og sum trolaði saman við Suðringi. Trý av pørunum landaðu til uppsjóvarskipini Høgaklett, Tummas T. og Fagraberg, meðan eitt par landaði til Saksaberg. Uppsjóvarskipini hava fleiri tangar, og við at lata eitt hál í hvønn tangan, bar til at fylgja við í, hvussu nógv skipini fiskaðu. Men fekst ein avtala um at skipa fiskiskapin eftir makreli, so hevði ikki verið neyðugt at latið øll skipini farið á makrelveiði. Tá kundu onkur av skipunum roynt eftir upsa og øðrum fiskasløgum, so virkið í Runavík fekk nóg mikið av rávøru. Og skipini kundu bíðað við at fiska, til mest fekst fyri makrelin. Úrslitið av makrelfiskiskapinum er, at virkið hevur ligið stilt í ein mánað, og arbeiðið byrjar ikki aftur fyrr enn mánadagin, tá fyrstu trolararnir koma inn at landa. Limirnir í felagnum Trolskip áttu at samst um, hvussu fiskiskapurin eftir makreli skuldi skipast, og eisini um, hvussu nógv hvørt skipið kundi fiskað. Tað hevði verið betri fyri allar partar, sigur David Jacobsen. Sum heild er hann kortini nøgdur við fiskiskapin eftir makreli. Eingin last fór sum ídnaðarfiskur, og tað er eitt stórt framstig samanborið við í fjør og undanfain ár. So hvørt sum góðskan á fiskinum batnaði, hækkaði prísurin eisini. At byrja við lá hann um 4 krónur fyri kg, men seinastu fiskarnir vórðu seldir fyri 5 krónur fyri kg, sigur David Jacobsen. Tá ið hvalbingar komu á føtur í morgun, varnaðust teir, at fimm døglingar høvdu svomið seg upp á turt beint við bryggjuna á Bíargarði, og teir verða nú skornir upp. Tvøstið verða skift til fólkið í kommununi. Hvalbingar siga, at økið, har teir skera upp, er avbyrgt sum arbeiðsøki, og har er eisini vaktarhald. Christiano Ronaldo er hin besti. Í januar bleiv hann valdur til ársins leikara í heiminum, og í kvøld varð hann kosin hin besti í Evropa. Ronaldo hevur staðið seg sera væl í kappingarárinum 2013 2014. Hann var millum avgerandi leikararnar í Champions League finaluni millum Real Madrid og Atletico Madrid. Tí kom tað ikki óvart á tey flestu, at hann vann heiðurin frammanfyri Manuel Neuer Týskland og Arjen Robben Holland . Hóast tað ikki kom óvart á tey flestu, so var Ronaldo sjónliga rørdur, tá hann fekk heiðurin, sum tann besti í Evropa. Ein journalistur úr hvørjum evropeiskum landi atkvøddu. Leivur Frederiksen úr Kringvarpinum, umboðaði Føroyar. Ronaldo nakað heilt serligt 29 ára gamli Christiano Ronaldo hevur síðani hann kom til Real Madrid í 2009 tikið nógv met. Hann er tann leikarin sum skjótast skoraði 100 mál fyri Real Madrid. Ronaldo er eisini tann einasti Real Madrid leikarn, sum hevur skorað móti øllum La Liga feløgunum í einum kappingarárið. 650 orð í morgunsendingini Góðan morgun Føroyar fer í vetur eitt legg út í bókmentaheimin, tann nýskapandi bókmentaheimin Hetta næsta hálvárið verður tátturin 650 orð nýtt innslag í sendingini. Hvønn hósdag millum 8 og 9 ber til at hoyra nýskrivaðan tekst eftir føroyskan høvund, og hvørja viku kanst tú gera eina roynd at skriva tekstin, sum verður lisin. Í sendingini geva vit tær nýtt hugskot hvørja viku, sum skrivast skal út frá. Vit velja ein av innkomnu tekstunum og lesa hann upp í sendingini vikuna eftir. Hugskotini fara at liggja á heimasíðu okkara kvf.fo gmf og á facebook vanganum. Har liggja altíð tey fýra komandi hugskotini. Tekstirnir skulu vera heilt stuttir, í mesta lagi 650 orð uml. 5 min. at lesa upp . Tú velur sjálv ur formin. Tað kann vera ein stutt stuttsøga, ein hugleiðing, ein yrking, eitt bræv, ein uppskrift, ein vegleiðing, men sjálvandi skal alt vera meira ella minni fiktión. Tað er loyvt at verða dulnevndur í 650 orð, men GMF skal tó kenna høvundan. Rakel Helmsdal, marionettleikari, rithøvundur og undirvísari í skriving í 14 ár, velur tekstirnar og lesur upp. Upplisni teksturin verður ikki altíð bara valdur, tí tað er besti teksturin bókmentaliga, men kanska líka ofta tí, at tað er teksturin, sum hevur tulkað hugskotið á forvitnisligasta, áhugaverdasta ella snildisligasta hátt. Øll hava sín stíl at málbera seg, og so leingi tað ikki er ein tekstur, ið skal á prent, men bara livir í løtuni hann verður hoyrdur, so kunnu vit loyva okkum eitt sindur av licentia poetica. Beint undan jólum gera vit eina sending við øllum teimum útvaldu tekstunum og lata lurtarar atkvøða um, hvør tekstur er tann besti. Vinningurin verður kunngjørdur í næstum. Hetta er fyrsta hugskotið, ið tú fært at kveikja tekst tín við. Byrja ein tekst við setninginum Hurðin small harðliga aftanfyri hana Adressan er gmf kvf.fo viðmerk 650 orð í evnisteiginum. Í mars gjørdi hann av at flyta heim til Føroya. Í Summarmorgni greiðir hann frá, hvat hann hevur lært av árunum uttanlands, og hvussu tað er at vera í Føroyum aftur. Lisbeth Petersen er úr Havn og var borgarstjóri árini 1993 1997. Hon vaks upp í einum politiskum umhvørvi sum abbadóttirAndrass Samuelsen, ið var fyrsti løgmaður í nýggjari tíð. Sjálv sat hon bæði á løgtingi og fólkatingi, og var eitt skifti formaður Sambandsfloksins. Lisbeth fór í privatskúla hjá Bette Arge bara fimm ára gomul. Haðani gekk leiðin fyrst í Kommunuskúlan og Realskúlan og síðani á studentaskúla í Danmark í 1955. Lisbeth Petersen giftist ung og varð sjómanskona. Sum árini liðu, fór hon upp í áhugafeløg av ymsum slag. Eitt var at stovna Djóraverndarfelagið og annað var luttøka í Kvinnufelagnum. Sum limur í Føroya Væl stillaði hon upp til kommunuval miðskeiðis í áttatiárunum. Hon var varaborgarstjóri í átta ár og eftir valið í 1992 varð hon vald til borgarstjóra í Havn. Hetta var ein stríggin tíð við skerdum møguleikum. Fyrst mælti verkætlanarbólkurin hjá Fiskimálaráðnum til, at bara fólk, sum búgva í Føroyum, og sum ikki fara at eiga meira enn fimm prosent av jørðini í Føroyum, tá tey hava keypt landsjørð, eiga at sleppa at keypa landsjørð. Men í endaliga tilmælinum, sum Jacob Vestergaard fekk, er talið fimm vorðið til tvey prosent. Verkætlanarbólkurin segði eisini í fyribils tilmælinum, at landsjørðin verður seld verandi festarum fyri ein mettan marknaðarprís. Í endaliga tilmælinum verður landsjørðin seld festarum og leigarum. Stýribólkurin, sum varð settur, tá landsstýrismaðurin í landbúnaðarmálum setti arbeiðsbólk at lýsa neyvt og ítøkiliga spurningin um at selja, einskilja, landsjørðina, sá ikki frágreiðingina, tá hon var liðug og latin landsstýrismanninum. Og tað var heldur ikki ætlanin. Stýribólkurin skuldi bara lata eina endamálsorðing, sum verkætlanarbólkurin skuldi arbeiða eftir.Hann skuldi ikki góðkenna frágreiðingina ella fáa hana til ummælis, áðrenn verkætlanarbólkurin handaði landsstýrismanninum hana. Í verkætlanarbólkinum vóru Arne Poulsen í grannskoðaravirkinum Numo, hann var formaður, Jákup Mørkøre í Fiskimálaráðnum var skrivari og har vóru eisini Óli Johansen á Umhvørvisstovuni og Rólvur Djurhuus á Búnaðarstovuni. Teir arbeiddu skjótt. Bólkurin varð settur 8.apríl, hann hevði 11 fundir og var liðugur 1.juli. Í stýribólkinum vóru Heri Joensen og Anni á Hædd í Fiskimálaráðnum, Petur Nielsen á Umhvørvisstovuni, Bjørn Patursson á Búnaðarstovuni og Bárður Larsen í Kommunufelagnum. Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, váttar, at partarnir tosa saman, men enn er ikki greitt um sáttmáli verður gjørdur við reiðaríið, sigur hann. Manningarfeløgini hava heitt á myndugleikarnar um at taka veiðiloyvið frá Anitu. Tað málið liggur á borðinum hjá Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni. Eitt mál ímóti skipinum er í rættinum. Skiparin er skuldsettur fyri seks brot á kunngerðina um garnaveiðu. Tað segði Kári P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismaður í innlendismálum, tá Hans Gammeltoft Hansen, kanningarstjóri, fyrrapartin avhoyrdi hann í málinum um Skálafjarðartunnilin. Kári P. Højgaard segði, eingin ivi var um heimildirnar, og hann fekk at vita frá løgfrøðiligu ráðgevingini, at tað, sum varð gjørt í málinum, var í lagi. Hini landsstýrisfólkini vórðu eisini kunnað um gongdina í málinum um Skálafjarðartunnilin. Um viðrar verður móttøkan niðri í fjøru, har sum Harry Jensen, borgarstjóri í Skúvoy, Jóhan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, og Hilmar Eliasen, stjóri á Strandfaraskipum landsins, halda røðu. Tiltakið byrjar, tá leið 101 koyrir úr Havnini klokkan trý korter til eitt. Hálvan annan tíma seinni fer Sildberin av Sandi. Eftir tiltakið í Skúvoynni siglir Sildberin aftur til Sands klokkan fimm minuttir yvir fimm. Sildberin varð keyptur fyri tríggjar milliónir krónur, og nú hann uppstigaður fer í sigling, kostar hann 7,7 milliónir krónur. Sildberin kom til Føroya 3.januar. Síðst í mars varð avgjørt, at KJ Hydraulik á Kambsdali skuldi standa fyri arbeiðinum at uppstiga Sildberan. Tá var framvegis ætlanin, at Sildberin skuldi fara í Skúvoyarsiglingina í mai, sjálvt um hann skuldi hava nýggjar motorar. Seint í juni varð sagt, at Sildberin bleiv liðugur seinnapartin í juli. Tað bleiv so til fyrrapartin í august. Og leygardagin, næst seinasta dagin í august, fer Sildberin í Skúvoyarsiglingina. Christiano Ronaldo er hin besti. Í januar bleiv hann valdur til ársins leikara í heiminum, og í kvøld varð hann kosin hin besti í Evropa. Ronaldo hevur staðið seg sera væl í kappingarárinum 2013 2014. Hann var millum avgerandi leikararnar í Champions League finaluni millum Real Madrid og Atletico Madrid. Ikki óvæntað Tí kom tað ikki óvart á tey flestu, at hann vann heiðurin frammanfyri Manuel Neuer Týskland og Arjen Robben Holland . Hóast tað ikki kom óvart á tey flestu, so var Ronaldo sjónliga rørdur, tá hann fekk heiðurin, sum tann besti í Evropa. Ein journalistur úr hvørjum evropeiskum landi atkvøddu. Leivur Frederiksen úr Kringvarpinum, umboðaði Føroyar. Ronaldo nakað heilt serligt 29 ára gamli Christiano Ronaldo hevur síðani hann kom til Real Madrid í 2009 tikið nógv met. Hann er tann leikarin sum skjótast skoraði 100 mál fyri Real Madrid. Ronaldo er eisini tann einasti Real Madrid leikarn, sum hevur skorað móti øllum La Liga feløgunum í einum kappingarárið. Íslendingar, sum ikki eru partur av fimm ára makrelavtaluni, sum Føroyar gjørdu við ES og Noreg, halda, at nýggju tølini vísa, at meiri makrelur er komin í íslendskan sjógv, skrivar Portalurin. Íslendski fiskimálaráðharrin, Sigurður Ingi Jóhannson, heldur tí, at tølini eiga at verða tikin við í metingunum, tá samráðast skal um makrelstovnin. Mynd Jan Arge Jacobsen, fiskifrøðingur á Havstovuni, hevur saman við hinum vísindaligu umboðunum fyri strandarlondini lagt fram endaligu úrslitini av felags yvirlitstrolingunum. Tormóður Stóra, leiðari á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum, hevur gjørt av at søkja starvið sum leiðandi yvirlækni á deplinum, nú tað er lýst leyst av nýggjum. Fyrr í ár varð søkt eftir leiðara til Psykiatriska depilin, men bert Tormóður Stórá søkti starvið, og tí gjørdi leiðslan á Landssjúkrahúsinum av at lýsa starvið leyst av nýggjum. Tórmóður Stórá hevur verið leiðari í Psykiatriska deplinum í meira enn átta ár. Hann er áramálssettur, og starvstíð hansara endaði 1.juni. Hann játtaði tó at halda fram til 1.september. Freistin at søkja starvið sum leiðandi yvirlækni og depilsleiðari í Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum er úti mánadagin 1. september. Eyðstein Djurhuus, formaður, sigur, at manningarfeløgini hava heitt á løgmann um at taka øll fiskirættindi frá skipinum, og fyrr enn løgmaður hevur tikið støðu, hendir ikki meir frá teirra síðu. Reiðarin á Anitu, Sørin Christiansen tosar við Fiskimannafelagið um sáttmála fyri manningina á Anitu, fyri at fáa øll viðurskifti í rættlag. Eyðstein Djurhuus, sigur, at teirra felag eisini hevur samskift við reiðaríið hjá Anitu, men enn er einki ítøkiligt komið burturúr. Tekur hann fiskirættindini frá skipinum, so loysir málið seg av sær sjálvum. Velur hann hinvegin at lata skipið varðveita fiskirættindini, so er støðan ein onnur, sigur hann. Tað eru manningarfeløgini sum hava samráðingarrættin fyri fiskiskipini undir føroyskum flaggi, og hann ætla vit at nýta, sigur ein avgjørdur formaður í Skipara og navigatørfelagnum, Eyðstein Djurhuus. Løgmaður ætlar at taka loyvini frá Anitu við heimild í grein 46, stykki 1 í løgtingslóg nummar 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap. Hetta ætlar løgmaður at gera fyribils, til dómur er sagdur í revsimálinum móti Anitu. Áðrenn hendan avgerð verður tikin, hevur P f Seta høvi til at seta fram síni sjónarmið sambært fyrisitingarlógini. Reiðaríið hevur freist til mikudagin 3. september at koma við viðmerkingum til avgerðina hjá Løgmansskrivstovuni. Tá dómur er sagdur, verður málið um at taka aftur av veiði og fiskiloyvi hjá Anitu tikið uppaftur til endaliga avgerð. Soleiðis sigur Ólavur Jøkladal, sum er átaksleiðari hjá Fólkaheilsuráðnum. Hann ásannar at ov nógv ung í Føroyum roykja, men tó heldur hann at átøkini gera mun hjá Fólkaheilsuráðnum. Ólavur Jøkladal vitjaði okkum í útvarpsstovuni í gjár, og vit spurdu hann um royking er ein trupulleiki millum ung í Føroyum. Grundarlagið fyri ritgerðina var, at tað manglar vitan um hesi evnini í Føroyum, og tað hevur ikki verið serliga nógvur dentur lagdur á tey. Karina Jákupsdóttir var gestur í Karusellini. Løgmaður yvirtók tunnilsmálið, tá hann avgjørdi, at málið skuldi aftur í Løgtingið. Og løgmaður førdi orðið á einum fundi 27. juni, har samráðst varð um endurgjaldsavtaluna við CIP. Tað segði fyrrverandi landsstýrismaðurin í innlendismálum, Kári P. Højgaard, tá hann í gjár varð avhoyrdur í kanningarmálinum um Skálafjarðartunnilin. Mynd Hans Gammeltoft Hansen, kanningarstjóri, og hjálparfólk hansara, Majken Johansen og Jens Vang, á veg í Dómhúsið í gjár. Á myndini sæst eisini Kári P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismaður Felagið hjá Thor, sum átti Athenu, varð keypt til Vágs í summar. Felagið, sum framvegis eitur P F Ocean Group Faroes Ltd, hevur fingið loyvi til at fiska í mesta lagi 4.400 tons av felagskvotuni hjá verksmiðjuskipunum. Sambært arbeiðssetninginum, sum Landsstýrismálanevndin orðaði, skal kanningarstjórin kanna lutin hjá løgmanni í málinum um Eysturoyartunnilin. Endamálið við tí er at fáa greiðu á, um løgmaður hevur givið løgtinginum skeivar ella villleiðandi upplýsingar um málið, ella um hann hevur tagt við upplýsingum, sum løgtingið átti at fingið. Eisini vil Landsstýrismálanevndin hava at vita, um løgmaður hevur hildið sína eftirlitsskyldu, tað er, um hann ansaði nóg væl eftir, hvat Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, gjørdi í málinum um privata Eysturoyartunnilin. Sambært stýrisskipanarlógini hevur løgmaður eftirlit við, at hvør einstakur landsstýrismaður situr fyri sínum málsøki á lógligan og fullgóðan hátt. Sambært lóg frá 2011 kunnu tey, sum selja hús, fáa gjørda eina frágreiðing um, hvørjum standi, húsini eru í. Við hesari støðufrágreiðingini ber til at keypa trygging, sum tekur við, um okkurt kemur undan kavi, sum ikki sást, tá húsini vórðu seld. Mánadagin 1.september koma í gildi Kunngerð um tryggingarfulnað fyri ognarskiftis tryggingar og Kunngerð um húsa skoðanarskipan. Vinnumálaráðið ger vart við, at kunngerðin fevnir bara um fysiskar skaðar, sum standast av soppavøkstri. Orsøkin er, sigur Vinnumálaráðið, at kanningarhættirnir eru so mikið óvissir, at úrslitini lættliga kunnu vera skeiv. Harafturat kann soppavøkstur broytast. Tað veldst um, hvussu húsini verða brúkt. Millum annað matgerð og reingerð kunnu ávirka soppavøkstur. Eftirlitið við fiskiskipum í føroyskum øki skal herðast. Hetta skal gerast fyri at málið um garnaskipið Anitu ikki skal endurtaka seg. Janus Thomsen, stjóri í Trygd, sigur, at nógvir skaðar merktu fyrra hálvárið, ikki stórir skaðar, men nógvar miðalstórar skaðar. Skaðarnir í ár eru 2058. Teir vóru 1651 í fjør. Eins og Tryggingarfelagið Føroyar hevur Trygd varnast, at útlendsk feløg, umvegis meklarar, royna at gera seg galdandi á føroyska marknaðinum. Enn er tó bara talan um tryggingar fyri vinnuvirki og skip. Lógarbroytingin frá 2010 loyvir eisini føroyskum tryggingarfeløgum at selja tryggingar og tryggingartænastur í Danmark. Í løtuni hevur Trygd tó ongar ítøkiligar ætlanir um at virka í Danmark í 2014. Næraberg, sum fekk maskinskaða í gjár, er nú komin í íslendska havn, og teir sleppa at umvæla motorin, men myndugleikarnir vilja hvørki loyva skipinum at bunkra ella fáa proviant. Næraberg fiskar makrel av eini royndarkvotu í grønlendskum sjógvi, men tað er óreguleraður fiskiskapur, siga íslendskir myndugleikar. Íslendingar loyva ikki skipum, sum fiska av óreguleraðum fiskastovnum, at sleppa í havn. Men tað skilir Hanus Hansen, reiðari, ikki tí, bæði íslendsk og grønlendsk skip fiska av somu royndarkvotu, og tey hava landað í Íslandi. Hon heldur, at stórur tørvur er á góðari undirvísing í list í Føroyum. Arbeitt verður fram ímóti, at listaháskúlin skal verða lopfjøll fyri fólk, sum ætla sær at søkja inn á listaskúlar uttanlands. Tað er ein lætti at sleppa at geva eina frágreiðing hesum, sum ikki verður klip, segði løgmaður í samrøðu við Finn Koba, áðrenn hann fór inn í Dómhúsið. Vit hittu mannin, sum flest kenna frá oyggjaleikum. Hann hevur umboðað Føroyar í fimleiki og í frælsum ítrótti. Og áhugin fyri at bjóða kroppinum nakrar upplivingar er júst nakað, ið ungi Havnamaðurin dámar sera væl. Øssur Debess Eiriksfoss er útiseti. Men hvørjaferð hann er heima á klettunum, so upplivir hann ymiskt, sum sera fá gera. Tað er ein gerandismorgun, og Øssur Debess Eiriksfoss greiðir frá summarinum. Tað eru nógv viðurskifti, sum løgmaður ikki minnist frá samráðingunum í fjør við Copenhagen Infrastructure Partners um Skálafjarðartunnilin. Til dømis mintist hann seg ikki at hava tosað í telefon við Rúna Bro Róin, ein av stjórunum í CIP. Gísli Gísla son, havnarfúti í Reykjavík, sigur við Morgunblaðið, at tey, sum arbeiða í havnini, fata skylduna hjá havnini at taka ímóti skipum soleiðis, at skip eiga at fáa allar vanligar tænastur, sum biðið verður um. Gísli Gíslason undrast á, at havnin ikki sleppur at røkja skyldu sína, sum millum annað er at bunkra skip og lata teimum streym. Hann sigur við Morgunblaðið, at koma skip inn, sum ikki hava nógva olju eftir, kann endin gerast tann, at havnin sleppur ikki av við skipini aftur, tí tey fáa ikki farið út aftur við ov lítlari olju. Ásgrím ur Ásgríms son, leiðari hjá vaktar og bjargingartænastuni, sigur, at tey gera bara eftir boðum frá Fiskimálaráðnum. Skip sum Næraberg eiga als ikki at koma í íslendska havn. Men Næraberg slapp tó inn, tí skipið hevur maskinskaða. Slíkt er hent eina ferð áður í summar. Sambært lógini sleppa útlendsk skip, sum fiska av felags stovnum, sum Ísland onga avtalu hevur um, ikki í íslendska havn. Koma tey kortini at bryggju, eiga tey onga tænastu at fáa, men bara ta hjálp, sum kann fáa tey úr neyðstøðu. Ásgrím ur Ásgríms son sigur við Morgunblaðið, at vaktar og bjargingartænastan fekk at vita í vár, at lógin um útlendsku skipini skal haldast. Og tí fær Næraberg hvørki vatn ella olju í Íslandi. Vit hava fingið eitt hoyringarskriv frá Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, har hann boðar frá, at ætlanin er at taka fiskirættindini frá garnaskipinum, Anitu. Og málið gongur sína gongd. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður boðaði í gjár frá, at ætlanin er at taka fiskirættindini frá Anitu. Løgmaður viðger sjálvur málið, tí Fiskimálaráðið hevur ikki gegni at viðgera tað. Fríggjadagin 19. september verður hátíðarhald á nýggja viðgerðarheiminum hjá Bláa Krossi á Nesi, tí tá er tað liðugt at taka í nýtslu. 14 viðgerðarpláss eru á heiminum, og tað er sama tal, sum pláss hevur verið fyri á heiminum í Havn, men umstøðurnar á Nesi verða nógv betri, bæði fyri tey, sum eru í viðgerð, og fyri starvsfólkini. M.a. verður bert eitt búfólk á hvørjum kamari. Nýggja viðgerðarheimið er eitt stórt tak hjá Bláa Krossi. Tað kostar 13 milliónir krónur. Grundstykkið gav Nes kommuna, men meginparturin av byggikostnaðinum er fingin til vega við innsavning og gávum. Restin er fíggjað við láni og afturbering av mvg. Viðgerðin og tað, heimið kostar at reka, verður fíggjað við almennari játtan, og brúk er fyri hesum viðgerðarmøguleika, tí plássini eru mestsum altíð umbiðin, og viðhvørt er bíðilisti at koma á heimið. Hetta er dagurin, tá Kári P. Højgaard, táverandi landsstýrismaður í innlendismálum, skrivaði undir avtaluna við Copenhagen Infrastructure Partners um at lata eina millión í endurgjaldi, um tunnilssamráðingarnar duttu niðurfyri. Bæði Kári P. Højgaard og táverandi aðalstjóri í Innlendismálaráðnum, Rúni Joensen, vilja vera við, at løgmaður á fundinum bæði visti um og góðtók endurgjaldsavtaluna. Kári P. Højgaard segði undir avhoyringunum í gjár, at løgmaður førdi orðið á fundinum, har endurgjaldið til CIP var umrøtt. Kaj Leo Holm Johannesen játtaði, at hann sat einsamallur við Rúna Bro Róin frá CIP klokkan níggju, áðrenn hini møttu í fundarhølinum. Men teir báðir tosaðu hvørki um tunnil ella endurgjald. Teir tosaðu um gamlar dagar, tá Kaj Leo Holm Johannesen vardi HB málið, og Rúni Bro Róin plagdi at taka myndir frá fótbóltsdystum. Hann skuldi einans greiða frá, hví hann avgjørdi at senda málið niðan aftur í løgtingið, fyri at fáa staðfest heimildina at lata privata felagið gera tunnilin. Løgmaður váttaði, at endurgjald til CIP varð umrøtt á fundinum. Bæði 10 milliónir og ein millión vóru nevndar. Rúni Bro Róin vildi hava løgmann at skriva undir eina endurgjaldsavtalu, men hesum noktaði løgmaður, tí tað var ikki hansara borð. Tað var borðið hjá Kára P. Højgaard. Løgmaður hevur áður sagt, at ein millión í endurgjaldi er piparnøtur samanborið við tær mongu milliónir, sum landið sparir við at lata tunnilsverkætlanina vera privata heldur enn almenna. Spyrjarin vildi vita, um hann bara HUGSAÐI um piparnøturnar á fundinum úti í Tinganesi, ella um hann eisini segði sína hugsan á sjálvum fundinum. Løgmaður varð eisini spurdur, um hann helt, at hann á fundinum kundi havt givið landsstýrismanninum, aðalstjóranum og CIP fólkunum eina fatan av, at hann góðtók, at teir eftir fundin gjørdu eina break fee avtalu. Nøkur fyrrverandi starvsfólk á blaðnum arbeiða í løtuni við at geva blaðið út sum vikuskiftisblað. Hetta er gjørt í samstarvi við Poul Hansen, advokat, sum hevur keypt blaðið. Hoyr samrøðu við Svein Tróndarson, sum er millum teirra, ið fara at geva Dimmalætting útaftur. Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum klokkan 18. Løgmaður var í dag avhoyrdur av kanningarstjóranum Hans Gammeltoft Hansen, og løgmaður segði enn eina ferð, at hann gjørdi ikki endurgjaldsavtaluna við CIP Verkætlanin snýr seg fyrst og fremst um at talgilda alt tilfari í kringv arpssavninum. Men endamálið er eisini, at fólk skulu sleppa fram at tilfarinum, Savnsgull fór í dag undir at leggja gomul útvarpsbrot út á facebooksíðuna, sum tinglimir hava valt. Útvarpssendingin hjá Kringvarpinum Góðan Morgun Føroyar fer í vetur at fylgja arbeiðnum hjá Savnsgulli, og viðgerða forkunnugar søgur, sum koma undan kavi, tá gomlu skjølini og bondini verða talgildað. Komandi ár fara fyrstu føroysku leikfilmarnir, sum vórðu gjørdir í 70 árunum, aftur at verða sýndir í Føroyum. Í nógv ár hevur verið sóknast eftir filmunum og manninum, sum gjørdi filmarnar. Miguel Hidalgo, sum filmsmaðurin nevnist, búði í Føroyum frá 1972 til 1978. Tá hann flutti úr Føroyum við familjuni, hevði hann filmarnar við sær. Einki eintak var eftir í Føroyum. Og síðani hevur at kalla eingin havt nakað samband við spanska filmsmannin. Miguel Hidalgo var journalistur og hevði stóran áhuga fyri filmi. Hann átti útgerð til filmsupptøkur, og var einsamallur um alt hann skrivaði leikrit, hann stjórnaði upptøkunum og tók upp. Tríggir leikfilmar við føroyskum leikarum og við føroyskari talu í fullari longd vórðu gjørdir. Í 1975 kom Rannvá , ið grundaður var á skaldsøguna hjá Dagmar Joensen Næs, í 1976 kom Heystblómur , sum var nýtíðarsøga, sum Miguel Hidalgo sjálvur skrivaði, og í 1977 kom Páll Fangi , sum grundaður var á søgnina um Páll Fanga. Elin Brimheim Heinesen hevur í nøkur ár arbeitt við ætlanini at fáa filmarnar vístar í Føroyum aftur, og nú er avrátt í samstarvi millum Mentamálaráðið, Norðurlandahúsið og Kringvarpið, at Miguel Hidalgo og konan koma til Føroya næsta summar at vísa filmarnar. Tá eru júst 40 ár liðin síðan fyrsti filmurin, Rannvá, varð frumsýndur. Filmarnir verða ætlandi eisini vístir í sjónvarpinum. Elin Heinesen vitjaði í fjør Hidalgo hjúnini í Spania, og fer um eina løtu at greiða frá, hvussu hon fekk samband við tey. Men fyrst hoyra vit brot úr samrøðu, sum eg í 2006 hevði við Elina Mouritsen og Jørleif Kúrberg, sum spældu saman í filminum Rannvá, og sum komu at kenna Miguel Hidalgo. Elin Mouritsen hevði høvuðsleiklutin sum Rannvá, og her greiðir hon frá, hvussu hon frætti um ætlanina at hon skuldi hava høvuðsleiklutin. Vit hoyra útvarpsleikin Frændaleysur . Hector Malot hevur skrivað um Remi. Ein norðmaður hevur gjørt søguna til leik. Niels Nattestad týddi til føroyskt. Birita Mohr legði til røttis fyri Barnaútvarpið í 1988. Ria Tórgarð sigur frá Seinasta meiningakanningin vísir, at reyðgrøna andstøðan dregur frá samgonguni, eftir at samgongan hevur staðið seg væl í kanningunum í summar. Eftir nýggjastu kanningini sum Aftonbladet hevur gjørt, missir samgongan 1,3 prosentstig í mun til seinastu kanningina, og samgongan hevði fingið 37,5 prosent av atkvøðunum um val var nú. Kanningin vísir, at reyðgrøna andstøðan hevði fingið 46 prosent av atkvøðunum. Mett verður, at tað verður torført hjá Fredrik Reinfeldt, forsætisráðharra at venda gongdini, nú bert tvær vikur eru eftir til valið. Andstøðan sigur seg fegnast um gongdina, samstundis sum samgonguflokkarnir siga seg fara at gera alt sum er møguligt fyri at vinna ríkisdagsvalið 14. september. Nýggi Sildberin kom til Føroya 3. januar, men nýstani nú er hann liðugt uppstigaður til at røkja siglingina millum Sand og Skúvoy. Síðst í mars varð avgjørt, at KJ Hydraulik á Kambsdali skuldi standa fyri arbeiðinum at uppstiga Sildberan. Tá var framvegis ætlanin, at Sildberin skuldi fara í Skúvoyarsiglingina í mai, sjálvt um hann skuldi hava nýggjar motorar. Men ikki fyrr enn 8.mai samtykti løgtingið at lata Strandferðsluni eykajáttan til millum annað nýggjar motorar til Sildberan. Seint í juni varð sagt, at Sildberin bleiv liðugur seinnapartin í juli. Tað bleiv so til fyrrapartin í august og síðani útsett til í dag. Nýggi Sildberin siglir fyrsta almenna túrin av Sandi til Skúvoyar klokkan 14 15 HB hevur vunnið fyrstu tríggjar finalurnar. U 17 finalan hjá gentum stóð í gjár millum HB og og felagsliðið EB Streymur Skála. HB vann eftir longda leiktíð og brotssparkkapping. U 18 finalan hjá dreingjum varð eisini spæld í gjár. Hana vann HB 4 3 á NSÍ. Í morgum var finalan í U 14 kappingini hjá dreingjum millum HB og 07 Vestur. HB vann 4 3. Í løtuni verður finalan í kappingini U 14 hjá gentum spæld. Hana spæla B36 og B68. Eftir tað er tað finalan í kappingini U 16 hjá dreingjum. Víkingur og NSÍ eru í teirri finaluni. Klokkan 16 15 er finalan hjá kvinnunum á skránni. Hon stendur millum KÍ og HB, og í kvøld klokkan 19 45 verður finalan um Løgmanssteypið hjá monnum spæld. Í finaluni eru Víkingur og HB. Útvarpið fer at siga beinleiðis frá finalunum hjá kvinnum og monnum. Vit seta oman á Tórsvøll klokkan 14 í dag, haðani sent verður allan dag. 20.000 størv í norsku oljuvinnuni kunnu hvørva. Tað kom fram undir oljumessuni, ONS, sum hevur verið í Noreg hesa vikuna. Statoil hevur boðað frá, at nógv størv hvørva, tí virksemi verður flutt til lond, har lønin er lægri, og við at leggja virksemi saman, fyri at minka um útreiðslurnar. Eisini í frálandavinnuni er vandi fyri at nógv størv hvørva, og fleiri norsk reiðarí hava longu sett sparingar í verk, millum annað við at seta fólk í starv, sum fáa minni í løn, enn norðmenn fáa. Í morgin fer týski samveldiskanslarin, Angela merkel at taka støðu til, um Týskland skal senda vápn til kurdarnar í Norðurirak, sum eru undir trýsti av uppreistrarfelagskapinum, IS. Tá USA gjørdi av at leypa á Irak fyri 11 árum síðani, vildi Týskland ikki vera við í átakinum. Men líkt er nú til, at Týskland er sinnað at vera við í einum átaki í Irak. Samtykkir samveldistingið upskotið frá stjórnini, so er tað fyrstu ferð síðani seinna heimsbardaga, at Týskland beinleiðis leggur seg út í stríð í einum øðrum landi, við at lata vápn. Angela Merkel hevur upplýst, at umleið 400 av hermonnunum hjá IS, eru úr Týsklandi, og tí kunnu vit ikki venda bakið til sigur hon. Mykinesfólk vóru eftur súlu í nátt. Eini 40 fólk vóru við eftir súlu úti á Mykineshólmi og eini 485 súlur vórðu tiknar í ár. Oskar Joensen, ið hevur verið við eftir súlu í fleiri ár, letur væl at. ES umhugsar at herða tiltøkini móti Russlandi, nú tað er staðfest, at russar hava gjørt innrás í Ukraina. Tað er váttað, at russar bæði hava veitt russiskt sinnaðum uppreistrarfólkum vápn og venjing, og at russisk herlið eru i Ukraina. Russland vil tó ikki viðganga tað. Uttanríkismálaráðharrar úr øllum Europa hittust í Milano í dag og stjórnarleiðarar hittast í dag í Brússel. Bæði Europanevndarformaðurin, Manuel Barroso, og ukrainski forsætismálaráðharrin Petro Poroshenko, úttalaðu seg alment aftaná fund í dag um støðuna. Tíðindafundurin sæst, uttan tekst omanfyri. Nato almannakunngjørdi í gjár myndir, tiknar av fylgisveinum, sum vísa røðir av russiskum hermonnum í Ukraina. Ótti er fyri, at politiska støðutakanin í Russlandi kann fáa ógvusligar politiskar avleiðingar og byrja eitt nýtt kalt kríggj millum vesturheimin og Russland. Besta kvinnuliðið hjá KÍ er steypavinnari 2014. Tað er greitt, eftir at tær vunnu 1 0 á HB á Tórsvølli, har steypafinalan hjá kvinnum varð spæld. Longi sá annars út til, at neyðugt fór at vera við longdari leiktíð, tí ikki fyrr enn í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, fekk KÍ sigursmálið. Sigrid Jacobsen legði inn fyri, og innskifta Hervør Olsen setti høvdið á bóltin, sum fór fram við málverjanum og í málið til 1 0. Tað var so mikið lítið eftir av dystinum, at dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð lítla løtu seinni, og KÍ kvinnurnar kundu fegnast, meðan vónbrotið var týðuligt í andlitunum á HB kvinnunum, sum onkursvegna vóru farnar at tevja longda leiktíð. HB hevði annars ein risa møguleika at leggja seg á odda í dystinum, tá Heidi Sevdal rakti stongina. Um seks tiðina í kvøld legði ein grind beinini á Sandi. Hon varð funnin úti fyri Skúvoynni og rikin inn á Sand. Tá hon kom inn ímóti sandinum, stóðu fleiri fólk frá Sea Shepherd á sandinum og gjørdu óljóð. Tað tarnaði drápinum. Men løgreglan kom væl mannað og handtók fólkini, og síðani gekk drápið skjótt og væl, skilst av sandi. Peter Thaysen politiinspektørur váttar, at seks fólk eru handtikin, tí tey komu inn á avsperraða økið. Hann sigur, at møguliga verða tey send av landinum í morginári. Eg kann bara stutt siga, at tilbúgvingin hjá politinum virkaði og at vit høvdu fult tamarhald á støðuni. Umframt tey fólkini, sum vit handtóku, steðgaðu vit eisini onkrum báti hjá Sea Shpeherd, sigur politiinspektørurin. Talan var um eina sera spennandi finalu, sum var merkt av nógvum nærdystum har tann fysiski parturin spældi ein stóran leiklut. Tað var ikki fyrr enn 88 minuttir vóru spældir at mál kom í dystinum. Liðini vóru farin at fyrireika seg til at spæla longda leiktíð, tvær ferð fimtan minuttir. Men Hallur Hansson vildi tað øðrvísi og eftir eitt innlegg úr høgru síðu setti Hallur Hansson bóltin í málið til 1 0. Hetta gjørdist eisini endaliga úrslitið, og fáar minuttir eftir málið kundu víkingarnir saman við mongu viðhaldfólkunum fegnast um enn einaferð at vera steypavinnari. Hinvegin vóru tað nakrir skuffaðir HB leikarir, sum fóru av vøllinum eftir eitt tepurt tap. Tað var HB, sum hevði bóltin størsta partin av dystinum. Fyrri hálvleikur var sera javnur, men í seinna hálvleiki sat HB á tí mesta. Teir komu fram til nógvar málmøguleikar, men teir vóru ikki nóg neyvir tá á stóð. Heðin Askham venjari hjá HB, var argur eftir dystin. Hann segði at teir tóku ikki av møguleikunum, sum teir fingu. Hinvegin rósti hann eisini Víkingi fyri eina góða finalu. Sigfríður Clementsen venjari hjá Víkingi segði at HB hevði bóltin nógv meira, men at teir arbeiddu hart fyri at fáa málið, sum skuldi avgera dystin. Í Dundurdali búgva sjey børn. Tey spæla næstan altíð, og ikki gongur tað altíð so friðarliga fyri seg. Helst má okkurt henda alla tíðina, og tað ger tað Her sigur Rúna frá, hvussu tey funnu uppá at hava barnafagnað. Tá sleppur Marita at spæla við lombini og øll hini djórini í Dundurdali. Um várið leypa tey av takinum á brenniskúrinum og ríða á tarvinum. Og tá ið jólini nærkast, kemur tíðin við siropskøkum, gávum og veitslu.Í dag eitur søgan Vit leita eftir skattinum. Astrid Lindgren skrivaði og Ella Smith Clementsen týddi. Bókadeild Føroya Lærarafelag gav út í 2007.Vár Berghamar Jacobsen lesur. Sea Shepherd limirnir verða í løtuni avhoyrdir, og væntandi fer politiið at heita á danska útlendingastýrið um at fáa fólkini útvíst, sigur Jón Klein Olsen, leiðari á kriminaldeildini hjá politinum. Hummarafelagið hevur í skrivi heitt á myndugleikarnar um at steðga alingini á nøkrum firðum, tí alingin ger av við hummaraveiðuna Nøkur aliloyvi skulu endurnýggjast um ársskiftið, og eitt av teimum er aliloyvið sum Bakkafrost hevur á Árnafirði. Har er eisini hummaraveiða, og hummaraveiðan er tódnað niður í einki, sigur Poul Eiden Múller, sum roynir eftir hummara á Árnafirði Magnus Wang, ið er grindamaður, luttók í rokaliga drápinum í gjár, tá 14 Sea Shepherd limir vórðu handtiknir. Sambært honum løgdu Sea Shepherd fólkini nógv fyri, og báturin, Magnus Wang var í, sigldi á eina kvinnu, tí hon ikki vildi flyta seg, tá teir komu inn móti sandinum við grindini. Her er ein reportasja, ið myndamaður okkara, Bjarki Thomsen, hevur sett saman til samrøðuna við Magnus Wang, grindamann, um eitt av minniligastu grindadrápum í søguni. Hóast 14 limir í hansara felagsskapið vórðu handtiknir, og halda varð lagt á tríggjar Sea Shepherd bátar, so fegnast Paul Watson um tað, ið hendi á Sandi í gjár. Hendingin hevur givið ómetaliga nógva fjølmiðlaumrøðu, hópin av Sea Shepherd stuðlum kring allan heimin hava seinastu 12 tímarnar bjóðað seg sjálvboðið at koma til Føroya at stríðast fyri at steðga grindadrápinum, og luttøkan av servandu deildini hjá donsku sjóverjuni í gjár ger, sambært Paul Watson, at Danmark nú alment hevur luttikið í hvalaveiðu og harvið gjørt seg inn á altjóða hvala samtyktirnar. Ongin grundlógaravhoyring verður av Sea Shepherd fólkunum, men nøkur teirra skulu í rættin í morginári, meðan onnur skulu fyri rættin 25. september. John Kølnæk, fúti, sigur, at politiið hevur býtt Sea Shepherd fólkini í tveir bólkar. Tey, sum vóru á landi, og so tey, sum vóru í bátunum. Tað er munur á teimum málunum, sigur John Kølbæk. Tey í bátunum komu ov seint til sjálvan raksturin og drápið, meðan tey á landi virkið royndu at forða einum lógligum grindadrápi. Í dag sita við í útvarpsstovuni og lesa bókina Tanntalvan. Noomi Hansen, sum gongur í 1. flokki í skúlanum við Løgmannabreyt er saman við okkum í útvarpsstovuni. Hildigunn Niclasen týddi úr svenskum. Hetta er árligi fundurin hjá Hoyvíksráðnum, sum er ovasti myndugleikin viðvíkjandi Hoyvíkssáttmálanum, sum er fríhandilsavtala millum Føroyar og Ísland. Í Hoyvíksráðnum eru Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, sum eisini umsitur uttanríkismálini í landsstýrinum, og íslendski uttanríkisráðharrin, Gunnar Bragi Sveinsson. Í fjør var semja um at bjóða grønlendsku landsstýrisforkvinnuni við á fundin í ár, tí bæði Føroyar og Ísland halda tað vera skilagott, at Grønland kemur upp í Hoyvíkssáttmálan. Í Føroyum er stór misnøgd við Hoyvíkssáttmálan. Politikarar, bæði í samgongu og andstøðu, halda, at sáttmálin, sum er frá 2005, gevur Íslandi nógv fleiri fyrimunir enn Føroyum. Hann verður við á fundinum hjá Útnorðurráðnum í dag. Ein ætlan um at styrkja útnorðursamstarvið, so samstarvið eisini verður á ráðharrastigi, verður umrødd í Reykjavík í dag. Útnorðurráðið er samstarv millum tingfólk. Á fundinum í dag tekur Bill Justinussen, løgtingsmaður, við sum formaður í Útnorðurráðnum. Hósdagin boðaði løgmaður frá, at hann ætlar at taka veiðiloyvið frá Anitu, tí skipið skal hava brotið fiskivinnulóggávuna. Tað er kortini ikki staðfest í rættinum enn. Í 1998 kom at standa í lógini um vinnuligan fiskiskap, at brot á reglur, ásettar við heimild í lógini, kunnu hava við sær, at landsstýrismaðurin kann taka aftur rættindi eftir lógini endaliga ella fyribils. Í hesum førinum var landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ógegningur at viðgera Anitu, tí skiparin er bróðir aðalstjóran í Fiskimálaráðnum. Tí endaði Anita hjá løgmanni. Sambært lógini kann avgerðin hjá løgmanni skjótast inn fyri Føroya rætt innan tvær vikur. Men tað hevur tó ikki stegðandi virknað. Freistin hjá reiðaríinum, P f Seta, at fara í rættin er til 11.september. Urðardrangur fór fyrrapartin at leka norður úr Barðinum á Vágoynni. Tveir mans vóru við Urðardrangi. Teir kláraðu ikki at halda lens og bóðu tí um hjálp. Pumpa bleiv sett um borð á Urðardrang, og hann fekst lens aftur. Síðani tók Brimil bátin inn á dekkið og fór við honum á Vestmanna, haðani báturin er. Urðardrangur fór fyrrapartin at leka norður úr Barðinum á Vágoynni. Tveir mans vóru við Urðardrangi. Teir kláraðu ikki at halda lens og bóðu tí um hjálp. Pumpa bleiv sett um borð á Urðardrang, og hann fekst lens aftur. Síðani tók Brimil bátin inn á dekkið og fór við honum á Vestmanna, haðani báturin er. Skúlablaðið skrivar , at sambært Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum siga bara tveir lærarar av teimum 32, sum fingu prógv í summar, seg vera arbeiðsleysar. 21 arbeiða í fólkaskúlanum, ein í Skúlanum á Trøðni, fimm eru farin undir víðari lestur, og trý eru í øðrum, viðkomandi starvi, sum sagt verður. Sambært Námsvísindadeildini arbeiða øll 35, sum fingu læraraprógv í fjør, og bara ein er arbeiðsleysur av teimum 32, sum gjørdust lærarar í 2012. Góðan morgun Føroyar fer at fylgja arbeiðinum hjá Savnsgulli. So hvørt komið verður fram á áhugaverd skjøl ella bond, fara vit at taka hesi upp í GMF Góðan morgun Føroyar hevur verið inni á Toftum, á eldrasambýlinum Vesturskin, sum verður 10 ár í dag. Tosað verður við Jonnu Joensen, leiðara Orð um orð verður annanhvønn mánamorgun í vetur og tá verður høvi hjá lurtarum at spyrja málsliga ráðgevaran um ymisk málslig fyribrigdi Froskmaðurin fann beinagrindina 100 metrar úr landi á umleið 20 metra dýpi. Tað váttar Jón Klein Olsen, kanningarleiðari hjá løgregluni. Froskmaðurin valdi at taka skøltin upp við, og boðaði síðani løgregluni frá. Hann hevur síðani saman við froskmonnum hjá Tórshavnar Sløkkiliði roynt at koma aftur á sama stað men hetta er munandi torførari í sjónum enn á landi. Enn er ikki staðfest, hvør tað er, sum er funnin. Men sambært Jón Klein Olsen er skølturin í slíkum standi, at beinagrindin helst hevur ligið í sjónum í lutfalsliga fá ár. Tí arbeiðir løgreglan í løtuni út frá ástøðinum um, at tað kann vera beinagrindin eftir Dánjali Petur Hansen, vanliga nevndur Piddi, ið nú er funnin. Í fíggjarlógunum eru ikki bara tøl fyri árið, lógin er galdandi fyri, men eisini fyri tey bæði árini aftaná. Jørgen Niclasen sigur, at hesa ferð hava aðalráðini fingið boð um at hava neyvari tøl fyri árini 2016 og 2017 enn higartil hevur verið galdandi fyri slík tøl. Fíggjarmálaráðið fær ikki nýggjastu inntøkutølini hjá landskassanum fyrr enn seinni í september, so ikki fyrr enn tá ber til at gera fíggjarlógaruppskotið liðugt. Sambært Jón Klein Olsen, kanningarleiðara, skal farast fram við skynsemi, tá beinagrindin skal takast upp, so eingin spor, sum kunnu geva ábendingar um, hví beinagrindin er endað har, fara fyri skeytið. Flokkurin fer at leggja uppskot fyri Løgtingið, sum hevur til endamáls at steðga ólógligum virksemi hjá felagsskapinum, Sea Shepherd, í Føroyum. Einstaklingar og felagsskapir, ið frammanundan hava boðað frá at teir ætla at fremja ólógligt virksemi, verða noktað innferðarloyvi, ætlar flokkurin sambært uppskotinum. Uppskotið, ið flokkurin leggur fyri Løgtingið, kemur í kjalarvørrinum á hendingini leygardagin, tá grind varð hildin til á Sandi, tá felagsskapurin legði seg út í drápið. Teir eru ákærdir fyri millum annað at hava brotið grindakunngerðina við at forða rakstri og drápi. Fyri løtu síðan var málið tikið upp til dóms í Føroya rætti. Verjin, Jógvan Páll Lassen, kravdi frídøming, og ákæruvaldið kravdi í minsta lagi 1.000 krónur í bót til hvønn einstakan av teimum seks ákærdu. Tann 19.desember, sum er stovningardagur hjá fyrsta sjúkrakassanum í Føroyum, verður almannakunngjørt, hvørjar verkætlanir fáa stuðul. Í Dubai fara børnini fyrri í skúla. Børnini eru í skúlabúna og har er mangan so heitt, at tað ikki ber til at vera úti. Asbjørn Lómaklett á Tjaldrafløtti, greiðir frá tí at búgva í Dubai. Hann segði, at hann fríggjakvøldið ringdi til íslendska forsætisráðharran, Sigmund Davið Gunnlaugsson, og tosaði við hann um Næraberg. Hann skrivaði til tríggjar ráðharrar, innanríkisráðharran, fiskimálaráðharran og uttanríkisráðharran og spurdi, um lógin um havnir ikki er oman fyri lógina um fiskiskap hjá útlendskum skipum. Men Fiskimálaráðið gav tó Nærabergi undantaksloyvi. Og sunnudagin slapp Næraberg, sum kom til Reykjavíkar fríggjadagin, at bunkra har. Í dag verður fundur í Reykjavík millum løgmann og íslendska uttanríkisráðharra, Gunnar Braga Sveinsson, um Hoyvíkssáttmálan. Næraberg er í fundarskránni. Grønlendska landsstýrisforkvinnan, Aleqa Hammond, verður við sum eygleiðari, tí Føroyar og Ísland vilja hava Grønland við í Hoyvíkssáttmálan. Carl Johan Jensen er gestur í kaffiprátinum í morgun. Justinus Eidesgaard, vildi fegin hitta Carl Johan. Morgunkkaffi verður drukkið í Kaffihúsinum í Vágsbotni. Vinnukærunevndin hevur staðfest eina avgerð hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni um ikki at geva undantaksloyvi til at flyta livandi seyð millum tvær oyggjar eftir 1. januar 2015. Loyvið, sum annars er latið í nógv ár, verður ikki endurnýggjað næsta ár. Undantaksloyvi er annars latið síðani 2004, men ein fyrisitingarlig villa var av fyrstan tíð orsøkin til, at loyvið varð latið. Tá Heilsufrøðiliga Starvsstovan fyri tveimum árum síðani gjørdist varug við hetta, vildi hon ikki steðga flutninginum frá degi til dags. Men hesin seyðaflutningur kann tó ikki halda áfram óavmarkað, tí vandi er fyri, at ridluskriði verður borin millum oyggjarnar. Harafturat vil eitt slíkt loyvi at flyta livandi seyð millum oyggjar skapa fordømi, so Heilsufrøðiliga Starvsstovan eisini noyðist at loyva øðrum at flyta seyð millum oyggjar. Og tá er stórur vandi fyri smittuspjaðing. Loyvt verður tó at flyta seyð nú í heyst. Søkt er um at flyta 30 livandi seyðir millum tvær oyggjar. Men so er liðugt, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan. Hendan avgerðin varð kærd til Vinnukærunevndina, sum tó staðfesti avgerðina. Tann, sum flytur seyðin millum oyggjarnar, heldur uppá, at eingin smittuvandi er, tí seyðurin kemur ikki í samband við annan seyð. Hann noyðist at flyta seyðin, tí hann hevur seyðahús í oynni, hagar seyðurin verður fluttur. Annars noyðist seyðurin at ganga úti, og so kann hann doyggja. Vinnukærunevndin heldur eisini, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan í nóg góðari tíð gav boðini um, at loyvið verður ikki givið aftur eftir nýggjár. Boðini komu hálvan mars. Verður seyðurin sum vant fluttur millum oyggjar í heyst, noyðist hann at vera í oynni, hagar hann verður fluttur, tí loyvi verður ikki givið at flyta hann aftur næsta ár. Pál fer av landinum aftur hósdagin 4. september at venja fram ímóti HM á stuttgeil í Dubai í desember, og HM á langgeil í Kazan í august 2015. Jógvan Telling hevur sungið, arrangerað, leikt á óteljandi ljóðføri, stjórnað kóri, skrivað løg og tekstir í hópatal og latið frá sær nógvar útgávur plátur og bond. Best kendur man hann vera úr bólkinum Harkaliðnum, men á hesum sinni fara vit heldur at nema við aðrar útgávur, ið hann hevur lagt frá sær. Ikki er lætt at fáa hendur á hesum útgávum, tí tað mesta er bara til á plátum ella kassettubondum, sum lítið ella einki verður brúkt longur. Jógvan Telling Joensen er havnarmaður, føddur í 1947. Hann flutti ungur til Danmarkar og var niðri í eini tjúgu ár. Í Keypmannahavn slapp hann í góð upptøkustudio og skipaði í heilum fyri plátuupptøkum. Pláturnar vórðu nógv spældar í útvarpinum í Føroyum og fleiri sangir gjørdust fólkaogn. Tá í tíðini var ikki vanligt við konsertum, og tí kom tað næstan ikki fyri, at Jógvan Telling fór á pall í Føroyum við sínum sangum. Nógvum føroyingum var hann tí fremmandur og varð tí verandi útisetarøddin í útvarpinum og á plátuspælarunum miðskeiðis í 70 árunum. Jógvan Telling flutti heimaftur til Føroyar at búgva miðskeiðis í 80 árunum. Hann var framvegis alvirkin í tónleiki og í bestu árum, tá ið hann í 1993 fekk álvarsliga heilabløðing, sum bar í sær, at hann gjørdist lamin í aðrari síðuni. Kryvjivirkið hjá Bakkafrosti í Kollafirði er vorðið grønt aftur í listanum hjá russiska matvørueftirlitinum eftir at hava verið reytt har í tvey trý ár. Tað eru greiðu boðini frá Vørn til Fiskimálaráðið og Løgmansskrivstovuna. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, hevur tí boðað partafelagnum Seta frá, at ætlanin er at taka øll fiskirættindi frá garnaskipinum Anitu, sum hevur loyvi at royna við gørnum eftir havtasku og svartkalva. Tað var longu í apríl, at Vørn mælti Fiskimálaráðnum til at taka fiskirættindini frá skipinum til rættarmálið um brot á lógina um vinnuligan fiskiskap varð avgreitt. Vørn metir, at skuldsetingarnar sum eru settar fram mótvegis skipara og reiðaríið, viðvíkja so umfatandi og álvarslig brot á lóg um vinnuligan fiskiskap, at talan er um skipaða ránsveiði av føroyska landgrunninum. Eisini verður mett, at henda ránsveiða er so umfatandi, at hon setir alla garnaveiðiskipanina og botnfiskiskapin undir Føroyum sum heild í vanda. Mett verður tí, at at ein afturtøka av veiði og fiskiloyvi stendur mát við framdu brot og er einasti máti fyri munandi at tryggja móti endurtøku av líknandi brotum. Støðan hjá Vørn er ikki broytt, tí í skrivi til Løgmansskrivstovuna 15. august, fýra mánaðir eftir skrivið til Fiskimálaráðið, sigur Vørn, at eingin orsøk er til at bíða við at taka fiskirættindini frá Anitu. Víst verður á, at brotini eru so álvarslig, at einki annað dømi er at samanlíkna við í ta tíð fiskiveiðueftirlit hevur verið framt undir Føroyum. Serliga er tað stóra garnatalið, sum hugsað verður um. Tað brotið metir Vørn vera nóg mikið til, at veiði og fiskiloyvið endaliga verða tikin aftur, eins og mett verður, at hetta brotið einsamalt er størri enn nakað annað brot, sum Fiskiveiðueftirlitið hevur staðfest. Víst verður á, at Anita varð umbygd fyri jól, so farið kundi hava 25 dekkarar umborð, ístaðin fyri 14 frammanundan. Tað metir Vørn vera greiða ábending um, at farið riggaði til at hava nógv fleiri enn tey loyvdu 1400 gørnini umborð, tí 14 mans klára ikki at røkja 4.649 gørn. Talan er sostatt um skipaða ránsveiði, og hetta eigur eisini at hava ta avleiðing, at øll loyvi verða tikin endaliga. Harumframt skal havast í huga, at reglan um at einki far má hava meir enn 1400 gørn standandi í sjónum, er gjørd fyri at fiskur ikki skal standa í gørnunum í meir enn 72 tímar. Eftirsum Anita hevur havt meir enn tríggjar ferðir hetta tal, kann ikki annað enn hugsast, at nógvur fiskur er farin fyri skeyti av at hava staðið ov leingi í gørnunum. Samanumtikið metir Vørn, at omanfyri brot gera, at stórur vandi er fyri, at felagið framhaldandi fer at bróta lógina. Eisini av hesi orsøk metir Vørn, at øll veiði og fiskiloyvi eiga endaliga at verða tikin aftur, skrivaði Vørn til Løgmansskrivstovuna hálvan august. Heimsins ríkastu lond eru í G 20 felagsskapinum, og næsti fundurin verður í avstralska býnum Brisbane í november. Avstralia kann ikki einsamalt útihýsa Russlandi, tí semja skal vera millum øll londini í felagsskapinum. Málið kemur til viðgerðar á Nato toppfundinum í Wales seinni í vikuni, sigur avstralski handilsmálaráðharrin, Andrew Robb. Í gjár boðaði avstalski forsætisráðharrin, Tony Abbot, frá, at Avstralia fer at herða tiltøkini móti Russlandi, tí russiska stjórnin arbeiðir ímóti eini friðarligari loysn á kreppuni í Ukraina. Viðurskiftini millum Avstralia og Russland hava verið ísakøld, síðani eitt flogfar hjá Malaysia Airlines varð skotið niður yvir Eystur ukraina í summar. 28 avstralskir ríkisborgarar vóru millum tey 298 ferðafólkini, sum doyðu. Fyrrverandi danski umboðsmaðurin, Hans Gammeltoft Hansen, kannar í hesum døgum, um løgmaður og fyrrverandi landsstýrismaðurin í nnlendismálum, Kári P. Højgaard, hava fyrisitið málið um Skálafjarðartunnilin á lógligan hátt. Tað fara Øssur Winthereig, journalistur, og Bjørn á Heygum advokatur, at kjakast um í sjónvarpsstovuni í kvøld eftir Dag og Viku. Liljan Weihe er vertur. Fyrrverandi danski umboðsmaðurin, Hans Gammeltoft Hansen, kannar í hesum døgum, um løgmaður og fyrrverandi landsstýrismaðurin í innlendismálum, Kári P. Højgaard, hava fyrisitið málið um Skálafjarðartunnilin á lógligan hátt. Tað fara Øssur Winthereig, journalistur, og Bjørn á Heygum advokatur, at kjakast um í sjónvarpsstovuni í kvøld eftir Dag viku. Liljan Weihe er vertur. Sjónvarpið hevur tosað við Sea Shepherd stovnaran, sum er staddur í París, um útlitini fyri at steðga grindadrápi. Vit spurdu Paul Watson millum annað, hvussu hann kann siga, at rokið á Sandi um vikuskifti var ein sigur fyri Sea Shepherd. Í morgin fara kavarar aftur á staðið at súgva sand og annað upp at kanna gjølligari. Men í dag var, ið hvussu er, einki annað funnið enn beinagrindin sigur løgreglan. Fyrrverandi danski umboðsmaðurin, Hans Gammeltoft Hansen, kannar í hesum døgum, um løgmaður og fyrrverandi landsstýrismaðurin í innlendismálum, Kári P. Højgaard, hava fyrisitið málið um Skálafjarðartunnilin á lógligan hátt. Vitello skøvar ein bil. Kim Fupz skrivaði og Sjúrður Gulbein týddi til føroyskt. Jensina Olsen lesur. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2013. Og tað kemur nevndini til góðar, tá hon í framtíðini skal viðgera lógaruppskot viðvíkjandi Føroyum, millum annað uppskotið um heildarveitingina úr statskassanum. Á fundum við løgmann og Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum vóru gerðarrættarmálini móti ES, møguligar yvirtøkur av útlendingamálum og eftirlitinum við loftrúminum og møguligur føroyskur limaskapur í heimshandilsfelagsskapinum WTO umrødd. Nevndin fekk eisini kunning um støðuna hjá kommununum. Í ferðafrásøgnini stendur, at hóast bara okkurt um 50.000 fólk búgva í Føroyum eru 30 kommunur í seks sýslum. Nevndin vitjaði størstu kommununa, Tórshavn, eina miðalstóra, Fuglafjørð og eina lítla, Mykines. Mykines hevur kortini verið í Sørvágs kommunu í nøkur ár nú. 29 tingfólk eru í Føroyanevndini hjá fólkatinginum. Men øll vóru ikki í Føroyum. Í ferðalagnum vóru 11 tingfólk umframt Sjúrð Skaale, sum er formaður í nevndini, og Edmund Joensen, sum er næstformaður. Men eftir ein fund í Reykjavíik í gjár segði Aleqa Hammond, landsstýrisforkvinna, at næsta ár, tá Hoyvíkssáttmálin verður tíggju ár, skal hann endurskoðast. Íslendska kringvarpið hitti Alequ Hammond eftir fundin við Gunnar Braga Sveinsson, uttanríkisráðharra, og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, í gjár. Aleqa Hammond, landsstýrisforkvinna, segði eisini við íslendska kringvarpið, at grønlendska vinnan hevur brúk fyri samstarvi í Útnorðri. Maður skrivar neyðarróp, tí vaksni sonurin er fluttur heimaftur, og konan er við eitt aftur mamma og ikki tann fría, frælsa og tekkiliga konan. Panelið svarar eisini brævi frá lurtara, ið skrivar um grannan, har øll viga ov nógv og eta ósunnan mat. Hetta hevur eisini avleiðingar fyri børnini hjá grannanum. Hvat skulu tey gera Verfamiljan norðanfjørðs skilir als ikki verdóttrina úr Suðuroy, sum bannar og er ógvuslig og rokalig. Skulu tey góðtaka, at so stórur munur er á norðingum og suðringum Rakul Dalsgaard greiðir frá fyrstu tíðini í Danmark, tá hjúnini ikki høvdu nakað stað at búgva. Eisini verður tosað um framtíðardreymin, sum er ein bóndagarður. Boðskapurin hjá felagsskapinum kemur eftir at ST hevur umrøtt sjúkuna, sum ger um seg í fleiri afrikanskum londum. ST hevur gjørt upp, at yvir 3.000 fólk eru sjúk, og at helvtin av teimum eru deyð. Og sjúkan breiðir seg framvegis. Forsetin í felagsskapinum, Læknar uttan landamark, Joanne Liu, sigur, at felagsskapurin hevur viðgjørt yvir 1.000 sjúklingar síðani í mars, men kortini er tað langt frá nóg mikið. Tí heitir hon á heimsins lond um hjálp. Sjúkrarøktarfrøðingar í Liberia vilja ikki vera um ebola sjúklingar, tí tey eru ov illa vard, og krevja samstundis hægri løn. Heimsheilsustovnurin, WHO, upplýsir, at roknast kann við, at minst 20.000 fólk verða smittað, áðrenn tamarhald fæst á sjúkuni. Sjúkan varð staðfest í desember í fjør, og hevur síðani breitt seg til fleiri lond í Afrika. Enn er sjúkan ikki staðfest í Europa, men vandi er fyri at fólk, sum vitja afrikansku londini, kunnu bera smittuna heim aftur við sær, sigur leiðarin í heimsheilsutovninum, Margareth Chan. Nú kemur árstíðin tá allar bøkurnar fara at koma út og samtundis fara lesiringarnir kring landið í gongd aftur. Á Skálafjørðinum hava tey stórar ætlanir í heyst og í vetur. Vit skiftu í morgun orð við Svend Højgaard, sum er leiðari á bókasavninum við Løkin. Í kvøld vóru tær tríggjar Gunnvá Zachariasen, Beinta Clothier og Jensina Olsen á pall við einum nýggjum sjónleiki á tjóðpallinum. Vit hittu leikstjóran Maritu Dalsgaard í morgun og tær báðar Beinta Clothier og Jensina Olsen spældu eitt lítið brot fyri okkum Tónleikari, venjari í The Voice, sniðgevi, sjónleikari og so fær hann meira enn 35 milliónir dollarar í løn um árið, um ein skal trúgva Wikipedia. Eitt av talentunum hjá Adam Levine, sum kanska ikki sleppur so ofta til sjóndar, er at herma eftir øðrum tónleikarum. Í The Tonight Show við Jimmy Fallon týskvøldið bjóðaði Fallon honum av hvør teirra dugir best at syngja sum ymiskir kendir tónleikarar Stóra avbjóðingin var, at eitt eydnuhjól avgjørdi samansetingina av tónleikara og lagi. Hvussu tað eydnaðist teimum, sært tú í omanfyri hint heilt væl . Næmingar í Tórshavnar Kommunuskúla hava gjørt ein veggjaavís. Vit hoyra, hvat greinar, teknirøðir, spurnakanningar og lýsingar, snúgva seg um. Eftir samráðingar síðani í fjør heyst hevur Fiskimannafelagið nú fingið sáttmála við fýra reiðarí, sum ikki eru í Reiðarafelagnum fyri farmaskip. Talan er um minstuhýru. Veruligu hýrunar hjá teimum fýra reiðaríunum eru hægri enn sáttmálin ásetur, sigur Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum. Tá bankastjórar fáa partabrævaopsjónir kann bankin fara at átaka sær størri váða og stýra stuttskygdari, so kursurin á Partabrøvunum er høgur júst tann dagin, bankastjórarnir kunnu brúka forkeypsrætt sín og keypa partabrøv í bankanum fyri lægri kurs enn tann, sum annars er galdandi tá. Tað sigur Kristina Háfoss, løgtingskvinna í Tjóðveldi, sum á tingfundinum mikudagin fer at spyrja Jørgen Niclasen, landsstýrismann, um partabrævaopsjónirnar, sum stjórarnir í BankNordik fingu mánadagin. Kursurin er 112,90 fyri hvørt partabrævið. Tað er miðalkursurin hjá partabrævinum í BankNordik teir fimm søludagarnar fyri 1.september. Frá 10.august til 10.desember í 2018 kunnu bankastjórarnir so keypa partabrøvini fyri kursin 112,90, sama hvør kursur annars er galdandi tá. Tá slíkur forkeypsrættur til partabrøv verður brúktur, kann hann gerast ein stórur vinningur hjá tí, sum eigur rættin. Tað er um kursurin er nógv hægri tá enn hann var, tá forkeypsrætturin varð latin. Er kursurin eitt nú 150 og forkeypsrætturin til dømis sigur 112,90, kunnu partabrøv keypast fyri 112,90 krónur og seljast aftur fyri 150 krónur. Kristina Háfoss fer at spyrja Jørgen Niclasen, um hann ella Fíggingargrunnurin hava tikið undir við, at partabrævaopsjónir verða partur av lønini hjá stjórum í føroyskum banka. Í gjárskvøldið fór løgreglan, saman við einum rættar antropologi, undir arbeiðið at eyðmerkja beinagrindina. Í dag verður hon so send til Danmarkar til nærri kanningar. Løgreglan sigur, at enn er ringt at siga, nær beinagrindin endaliga er eyðmerkt. Tað var ein frítíðarkavari, ið fann beinagrindina út fyri Ljósá sunnudagin á 22 metra dýpi. Lægsti prísurin er fyri makrel undir 250 gram, sum verður seldur fyri 3,50 krónur fyri kilo, um hann fer til matna. Fer hann til ídna, so er prísurin 1,50 krónur fyri kilo. Hægsti prísurin er fyri størsta makrelin. Er makrelurin omanfyri 550 gram, so er prísurin 7,50 krónur fyri kg, og tað er samstundis hægsti prísurin fyri makrel í Noreg í løtuni. Nýggju prísirnir koma í gildi í dag, skrivar Fiskaren. Landsstýrið dumpar í at kunna útheimin um grindadráp. Føroyar mugu hava eina tilbúgvingarætlan, tá tað snýr seg um at kunna um grind. Tað halda Niels Uni Dam, Elin Brimheim Heinesen og Hans Jacob Hermansen. Stórur spenningur er um fólkaatkvøðuna í Skotlandi tann 18. september. Bretska stjórnin roynir at fáa skotar at vera verandi í bretska ríkinum. Hoyr Jóannes V. Hansen og Rógva Olavson. Fólk hava møguleika at skriva stuttar stuttsøgur til Góðan morgun Føroyar. Tað er tátturin 650 orð , sum gevur henda møguleika. Fyrsta søgan verður lisin upp hósmorgunin 11. september. Leiðbeiningin til fyrstu søguna er Hurðin small harðliga aftanfyri hana Tað sigur Malan Ellefsen jarðfrøðingur, sum hevur fingið eitt nýtt starv á Jarðfeingi har hon skal marknaðarføra okkara landgrunn til oljuleiting. Malan Ellefsen var gestur í sendingini hjá okkum í morgun Hendingin fór fram beint fyri klokkan tvey seinnapartin mikudagin. Hóttanirnar vóru sambært løgregluni ikki vendar móti starvsfólki á Almannaverkinum, men ímóti triðja parti. Á politistøðini verður sagt, at havandi í huga, at persónurin áður er dømdur fyri persónsvandamiklan kriminalitet, so varð hann handtikin. Maðurin verður grundlógaravhoyrdur nú klokkan eitt korter til tvey, og har fer ákæruvaldið helst at krevja mannin varðhaldsfongslaðan. Svarið frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni um, at Bakkafrost kann halda fram at ala á Árnafirði næstu 12 árini, er eitt vónbrot fyri Poul Eiden Múller, hummarafiskimann og nevndarlim í felagnum Hummarabátar. Internetbrúkarar í norðurlondum skulu nú verjast betur móti haldarafellum. Tað er, tá ein internetbrúkari verður lumpaður at tekna eitt hald uttan at vita av tí. Norðurlendsku brúkaraumboðini fara nú saman í hernað móti haldarafellunumm, tí seinastu tíðina tey fingið alsamt fleiri kærur um haldarafellur á internetinum. Kanningin vísir eisini, at meiri enn triði hvør føroyingur rørir seg fýra ferðir um vikuna ella meira, tað eru 36 prosent. Harumframt røra onnur seg eina til tríggjar ferðir um vikuna, so tilsamans røra tríggir av fýra føroyingum seg regluliga, vísir kanningin. Jógvan Hansen sigur, at avbjóðingin er at vera laid back og til reiðar, tá swingtónleikurin er rættiliga fjølbroyttur í mun til poppin Allir dystirnir hjá fótbóltslandsliðnum í næstu EM og HM undankappingum verða sendir í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum, men tað verður eitt týskt felag, sum fer at standa fyri at sjónvarpa dystirnar í HD dygd. Kringvarpsmanningin hevur staðið fyri at sjónvarpa landsdystir fyrr, og í samráðingunum við sveisiska felagið, sum samráddist fyri UEFA, legði Krinvarpið eisini dent á at fáa eina føroyska loysn fyri næstu dystirnar. Men tað eydnaðist ikki, hóast ein føroysk loysn hevði verið nógv bíligari hjá UEFA, sigur Dia Midjord, kringvarpsstjóri. Lena Maria er millum annað fyrrverandi heimsmeistari í svimjing, hon er sangari og sangskrivari, listamálari og rithøvundur. Hon er útbúgvin á The Royal Academy of Music í Stockholm og ferðast runt í heiminum og heldur konsertir, framsýningar og fyrilestrar. Í síðstu viku vitjaði Lena Maria í Føroyum, og umframt eina konsert í Løkshøll, helt hon eisini fyrilestrar á miðnámskúlum kring landið. Maðurin, sum er skuldsettur fyri at hava beint fyri einum manni í Hvalba tann 9.august, skal vera fýra vikur afturat í varðhaldinum í Mjørkadali. Í grundlógaravhoyringini tók skuldsetti maðurin ikki støðu til skuldarspurningin. Og tað hevur hann framvegis ikki gjørt, sigur verjin hansara, Christian Andreassen. Tað er lættari hjá fútaembætinum at tulka og brúka eina grein í grindakunngerðini enn eina aðra. Nú meira enn ein mánaður er liðin, síðani Sea Shepherd varð meldað fyri at bróta grindakunngerðina, er málið framvegis til hoyringar í Fiskimálaráðnum. Men tá ein onnur grein í grindakunngerðini sambært politinum varð brotin leygardagin, vóru seks fólk í rættinum minni enn tvey samdøgur seinni. Enn er ikki avgjørt, um heitt verður á Útlendingastýrið í Danmark um at vísa teimum seks Sea Shepherd stuðlunum, sum vóru í rættinum mánadagin, úr Føroyum. Ein kunngerð er í løtuni til hoyringar um hetta, og tá hon verður sett í gildið, er ætlanin, at ein nýggj nútímansgjørd talgild skipan eisini skal gerast tøk hjá øllum, ið hava tørv á upplýsingum úr yvirlitsskránni hjá Landsfólkayvirlitinum. Landsfólkayvirlitið hevur í nógv ár arbeitt við at talgilda og nútímansgerða Landsfólkayvirlitsskránna, og seinastu tvey árini hevur ein nýggj talgild skipan verið royndarkoyrd. Í royndartíðini hava bert føroysku peningastovnarnir havt beinleiðis atgongd til nýggju skipanina, men tá kunngerðin verður sett í gildið, kunnu øll sum hava tørv á upplýsingum úr skipanini, fáa atgongd til hana. Nýggja skipanin hevur við sær, at tað ber til at fáa beinleiðis atgongd at upplýsingum úr fólkayvirlitsskránni við brúk av elektroniskari fakskipan, og til ber eisini at fáa web atgongd til upplýsingarnar. Sum higartil kann mann eisini skrivliga og munnliga at biðja um stakupplýsingar úr skránni. Ein kunngerð kom í gildið í 2000 um gjøld fyri upplýsingar úr Landsfólkayvirlitinum, men hon er stutt og sigur bert, at fyri upplýsingar um ávíst fólk, ið Landsfólkayvirlitið letur sambært 3 í lógini, er gjaldið krónur 25, . Hjá stovnum kostar tað 1000 krónur at binda egnu fakskipan í Landsfólkayvirlitsskránna og at fáa upplýsingar úr skránni,og haldið skulu stovnar rinda 5000 krónur um árið fyri. Haraftrat kostar tað 1,80 oyru fyri hvønn persón, sum stovnurin fær upplýsingar um. Nøgdarkostnaðurin er tó eitt sindur minni um talan bert er um bústaðarupplýsingar ella um stovnurin hevur færri enn 40 starvsfólk. Um ein stovnur ynskir elektroniska webatgongd til upplýsingar úr skránni kostar íbíndingargjaldið 1000 krónur og haldið 5000 krónur um árið, og prísurin fyri hvørt uppslag er 10 krónur. Hetta hevur við sær, at stovnar sum hava tørv á upplýsingum um allir borgarar í Føroyum, tað er millum annað TAKS og POSTA, skulu rinda umleið 90.000 krónur um árið fyri upplýsingarnar úr landsfólkayvirlitsskránni. Í Danmark rinda stovnar og borgarar eisini fyri upplýsingar úr danska CPR yvirlitinum. Á heimasíðuni hjá CPR yvirlitinum sæst, at um upplýsingar verða drignir úr yvirlitinum eina ferð kostar tað 3150 krónur, meðan eitt hald, har upplýsingar dagliga verða latnir, kostar 3150 um mánaðan og 90 krónur per 10.000 borgarar sum upplýsingar verða latnir um. Kunngerðin skal gera tað lættari at síggja, hvussu nógv stovnar og fólk skulu rinda fyri upplýsingar úr Landsfólkayvirlitsskránni. Tað hevur higartil ikki verið líka eyðsýnt. Nógvir almennir stovnar fáa upplýsingar úr Landsfólkayvirlitsskránni, millum annað Posta, Taks og bankarnir. Tað eru millum annað upplýsingar um flytingar. Samráðingar eru í hvítarussiska høvuðsstaðnum, Minsk. Vit vóna, at friðarætlanin verður sett í verk í morgin, sigur ukrainski forsetin, Petro Porosjenko. Tekur Ukraina undir við eini vápnahvíld eru russisku uppreistrarmenninir har eysturi í Ukraina eisini til reiðar at leggja vápnini, sigur Andrej Purgin, sum er varaforsætisráðharri í sjálvlýsta lýðveldinum Donetsk, sambært tíðindastovuni Interfax. Vil hin parturin eina veruliga vápnahvíld, fara vit kanska eisini at steðga bardøgunum, sigur Andrej Purgin, sum væntandi fer at hitta ukrainsku leiðsluna í Minsk fríggjadagin. Í summar hava Solveig Hanusardóttir Olsen og Dagmar Malena Winther, sum báðar lesa list, starvast á Listasavni Føroya. Hvussu uppliva tær føroyska list og føroyska listaumhvørvið í dag og eru eisini spennandi listaspírar ávegis Vit lodda tónaborna dýpið við havnalagið, har vit eitt nú seta spurningin, um harmonikan sum ljóðføri er bæði fjølbroyttari og áhugaverdari, enn kanska fleiri geva sær fær um. Vit borðreiða við harmonikubitum, eins og vit hitta Sólgerð Andreasen, Mogens Bækgaard, Angeliku Nielsen, Onnu H depohl, Øivind Farmen og Lars Karlson. Í ár eru 450 ár liðin, síðan enski rithøvundurin William Shakespeare varð borin í heim. Í hvønn mun er Shakespeare framvegis aktuellur á palli og í dagsins samfelag, og hvønn týdning hevur Shakespeare havt sum høvundur Hesar og aðrar spurningar umrøða vit við Bergi Djurhuus Hansen, bókmentafrøðingi, og Eyðuni Johannessen, ið sum hin fyrsti leikstjórnaði Shakespeare leiki á føroyskum. Nevndin í Banknordik gevur nú báðum bankastjórunum møguleika at keypa partabrøv hjá bankanum sum partur av stjóralønini. Avtalan er umstrídd. Hesin háttur var at løna bankastjórum varð bannaður, tá danska stjórnin samtykti bankapakka 2 í 2009. Men í 2012, tá bankapakkin fór úr gildi, sluppu nevndirnar aftur at gera kreativar avriksavtalur við sínar stjórar. BankNordik hevur nú tikið av. Avrikslønin, sum nevndin í Banknordik hevur gjørt við bankastjórarnar, er hin sami hátturin, ið varð nýttur áðrenn bankakreppuna, og sum varð ein av orsøkunum til, at bankarnir fóru á húsagang. At løgmaður ætlar sær at taka fiskiloyvið frá garnaskipinum, Anitu, fyribils, og at skipið sum frálíður kann missa fiskiloyvið endaligt, fer kanska at kosta landskassanum dýrt. Tað skrivar sakførarin hjá reiðarínum, eftir at løgmaður hevur verið alment frammi, áðrenn hoyringsfreistin er farin, og sagt seg vera vísan í, at skipið missir fiskiloyvið fyribils. Klaus Rasmussen, nevndarformaður í BankNordik, heldur, at nýggja avriksavtalan, sum kann løna bankastjórunum við møguleikanum at keypa partabrøv, er ein fín avtala. Nevndin heldur vakið eyga við stórum útlánum hjá bankanum, og tí ber ikki til at gera nakað vágaríkt uttan, at nevndin veit av tí, sigur nevndarformaðurin. 12 ára gamla Navarana Ingvarsdóttir, greiðir frá tí at syngja í kirkjukóri. Leygarmognar fara vit at hoyra bókina Lat eisini meg, sum er framhaldssøga í 11 pørtum. Halldóra Dam hevur skrivað bókina, og hon greiðir frá Mikudagin fæst kanska at vita, hvørja ætlan, landsstýrið hevur um at kunna umheimin um grindadráp. Ella, um landsstýrið hevur nakra ætlan yvirhøvur. Rigmor Dam, løgtingskvinna í Javnaðarflokkinum, fer at spyrja Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, tá løgtingið mikudagin fyri fyrstu ferð í hesari tingsetuni hevur munnligar fyrispurningar. Rigmor Dam spyr løgmann, hvør kunningar og miðlastrategiin hjá landsstýrinum er í aktuella grindamálinum, nú felagsskapurin Sea Shephard hevur sum tingkvinnan sigur í spurninginum hertikið vágir og víkir kring Føroya land og spjaðir lygnir og søgur um fólkið, her býr. Rigmor Dam sigur, at higartil hevur ikki hepnast miðlunum at fáa løgmann at grundgeva fyri miðlastrategi landsins. Og tí ætlar hon nú at spyrja løgmann í løgtinginum. Rigmor Dam sigur, at so leingi, landsstýrið einki ger við málið, átaka leikfólk sær at verja okkara áhugamál í miðlum og á sosialum netverkum, í mongum førum til lítlan sóma. Landsstýrið átti at lagt til brots við einum úrvalsliði av eldhugaðum kunningarfólki, sum fóðrar altjóða pressuna dag sum nátt, og svarar áganginum á sosialu netverkunum aftur, so hvørt hann dagar fram, sigur Rigmor Dam, løgtingskvinna. Í morgin kl. fimm verður ein forvitnislig kanning løgd fram á Seglloftinum á Tvøroyri. Tá fer Helgi Eidesgaard saman við øðrum at greiða frá um úrslitini av kanningini Tvøroyri framleiðslu og vitanarhøvuðsstaður. Útgangsstøðið hjá framsýningini eru tekningar hjá matematikaranum og stjørnufrøðinginum John Baine, sum eru teknaðar í Íslandi og í Føroyum summarið 1789. Hetta árið var Baine við á norðhavsferðini hjá John Stanley, sum sigldi úr Skotlandi á vári í 1789. Hugskotið eigur íslendska listakvinnan, Thóra Sigurðardóttir Blátt Gras er einasti bólkur í Føroyum, sum spælir bluegraskendan tónleik. Limirnir í Blátt Gras hava skrivað og smíða øll løgini, sum teir syngja og spæla Illa staddur av rúsdrekkamisnýtslu, rópti Jústinus Eidesgaard á Guð og Jesus um hjálp. Og hjálpin kom. Hoyr serstøku hendingina Jústinus var fyri. Jógvan D. Hansen, lærari í filosofi, sigur frá etiskum aspektum viðvíkjandi hvalaveiðu. Hví skulu vit drepa grind og hví skulu vit ikki drepa grind. Ein 21 ára gamal maður úr Skopun fekk á middegi í dag fýra mánaða treytaleysa fongsulsrevsing fyri harðskap móti einum stuðulsmanni hjá Sea Shepherd fyri sløkum tveimum vikum síðani. Dómurin er treytaleysur. Harafturat er maðurin, sum játtaði seg sekan, dømdur at rinda læknarokningar hjá manninum, hann sló, slakar 4.000 krónur Hann skal eisini rinda sakarkostnaðin. 21 ára gamli mað urin hevði ein treytaðan dóm frammanundan, eisini fyri harðskap. Tann dómurin var 60 dagar. Og hann er við í dóminum, mað urin fekk í dag. Løgtingsformaðurin hevur framvegis ikki avgjørt, um Annfinn Vitalis Hansen, advokatur, skal fáa pengarnar, hann hevur biðið løgtingið um fyri arbeiðið, hann gjørdi ta stuttu tíð, hann var kanningarstjóri fyri løgtingið. Annfinn V. Hansen, advokatur, var kanningarstjóri fyri løgtingið í slakar tveir mánaðir, frá 19.november í fjør til 10.januar í ár. Millum annað var hann sum formaður í Samhaldsfasta Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum líka við at undirskriva sáttmála við Copenhagen Infrastructure Partners, CIP, um fígging til Eysturoyartunnilin. Og sum kanningarstjóri skuldi Annfinn V. Hansen kanna lutin hjá Kára P. Højgaard, landsstýrismanni í innlendismálum, og hjá Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, í tunnilsmálinum, har sum júst CIP átti stóran lut. Advokat etisku reglurnar siga, at ein ógegnigur advokatur hevur ikki rætt til samsýning, tá hann er loystur frá málinum, tí advokatar hava skyldu til at boða frá alt fyri eitt, um teir eru gegnigir at fáast við eitt mál, teimum stendur í boði. Løgtingsformaðurin er í einari tvístøðu. Avger hann at rinda rokningina, sigur hann samstundis, at Annfinn V. Hansen var gegnigur at vera kanningarstjóri. Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í Marine Harvest Faroes, sigur, at felagið kannar nú møguleikan at ala á Sandsvág ella í Skúvoyarfirði Bogi Andreasen velur at siga nevndarsessirnir frá sær, fyri ikki at koma í eina óhepna støðu . Men hann heldur ikki, at tað er óheppið at býráðslimir eru í størvum hjá kommununi , tí tað er ringt at sleppa undan , sigur hann. Kaj Leo Holm Johannesen segði í stuttari viðmerking til Deg og Viku, at hann og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hava gjørt semju um at fylgja somu mannagongd, til ein nýggj loysn er funnin. Løgmaður viðgongur tó, at núverandi mannagongd ikki riggar nóg væl. Mynstring snýr seg um trygd á sjónum, minstuløn til manningina og nøktandi tryggingar. Tað sigur formaðurin í fiskimannamannafelagnum. Hann krevur, at myndugleikarnir røkja sína eftirlitsskyldu. Sonja Davidsen er 18 ára gomul og livir í dag gentudreymin sum modell. Fyri einum ári síðani vann Sonja Davidsen áskoðaravirðislønina Miss Popularity í modellkappingini Queen of Scandinavia. Og síðani hevur tað gingið rættiliga skjótt. Sonja Davidsen arbeiðir í dag fyri New Version Models, sum er ein av heimsins størstu modelstovum. Men a t fáa fótin fyri seg millum heimsstjørnurnar har er sera trupult. Sonju Davidsen ynskir at gerast millum mest nýttu modellirnar, men tað krevur nógv og modelyrki er hart arbeiði. R ddin fylgdi Swangah, meðan teir gjørdu seg klárar at fara á pallin. Vit fangaðu teir eisini til eitt prát, um hvussu teir fyrireika seg áðrenn konsertina. Man roynir altíð at hava okkurt spesielt til hvørja konsert. Soleiðis sigur Steen Rói Lorenzen, sum saman við Ragnari Davidsen bíðar eftir at fara á pallin. Trummuspælarin Eyðun Muller Thomsen er í ferð við at seta trummusettið upp á pallinum. Vit spyrja, hvussu teir hava fyrireikað seg til hesa konsertina. Hendan konsertin er sett upp á ein heilt annan máta. Vit eru vanir við at hava nokkso tung løg av og á, tí vit dáma faktiskt væl at performa tey løgini, men hesuferð er tað meira soleiðis uppi at koyra allatíð. Tí vit skulu spæla so tíðliga, at málið er sjálvandi at fáa fólkini upp at koyra, tá man spælir klokkan 9 so tað er tað vit koyra eftir , fortelur Steen Rói. Inni í backstage vogninum, har vit sita og práta, er fult av tónleikarum sum hugna sær og gera seg klárar at fara á pallin. Steen Rói og Ragnar fortelja at teir plaga at taka tað eitt sindur róligt, áðrenn teir fara á pallin. Vit plaga at taka set tið ígjøgnum eina ferð ella tvær ferðir , sigur Ragnar. Man er altíð nervøsur áðrenn, men tað fer vekk tá man kemur á pallin, svarar Ragnar, tá vit spyrja hvussu kenslan er beint áðrenn teir inntaka pallin. Í filmbrotinum omanfyri kunnu tit síggja Swangah hita upp í backstagerúminum. Bókin, Lat eisini meg, verður at hoyra leygarmorgnar klokkan 9 30 og sunnudagar klokkan 17 10 í útvarpinum. Bókin er í 11 pørtum. Eyð Berghamar Jacobsen lesur. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2013. Bókin, Lat eisini meg, er nýggj upprunaføroysk bók um happing. Ein hjartanemandi søga um at kenna seg uttanfyri Halldóra Dam hevur skrivað bókina, sum eisini er fyrsta bók úr hennara hondum. Bókin er um gentuna Drós, sum verður illa happað í flokkinum. Hvør einasti dagur er eitt satt stríð at koma ígjøgnum, tí hon veit ongantíð, hvat hon kann vænta sær. Drós gongur einsamøll við hesum, ongin veit av nøkrum uttan sjálvandi happararnir. Men so ein dagin kemur Rita at ganga í flokki saman við Drós, og tá fer knappliga okkurt at henda, tí Rita ræðist ikki, hvat onnur halda, at ein eigur at gera. Hon hevur sín egna vilja, og hon vil vera saman við Drós, tí henni dámar hana Hetta er ein bók beint úr gerandisdegnum og lýsir eitt fyibrigdi, sum nógv børn tíverri kenna aftur. Bókin er serliga væl egnað til tey 9 til 12 ára gomlu. Hon er 96 bls., og unga Bjørk Jónheðinsdóttir Tróndheim hevur gjørt permuna. Løgmaður Kaj Leo Holm Johannesen er á veg til Russland at samráðast um handilssambondini millum Føroyar og Russland. Hann er í Danmark í dag og fer til Russlands í morgin. Á fundarskránni er føroyska sendistovan í Russlandi, skrivliga váttanin um handilsstongsulin, føroysku virkini á russiska reyða listanum og fríhandilssáttmálin. Tá tíðindi í gjár bórust um, at løgmaður fer til Russlands, ynsktu fleiri limir í Uttanlandsnevnd løgtingsins ikki at viðmerkja málið. Tó segði Jákup Mikkelsen, formaður í Uttanlandsnevndini, at løgmaður ikki hevur tosað við Uttanlandsnevndina, áðrenn hann tók avgerð um at fara til Russlands. Kaj Leo Holm Johannesen segði á døgurða í dag við útvarpið, at hann ikki hevur ikki fyri neyðini at spyrja Uttanlandsnevndina til ráðs, áðrenn slíkar ferðir. Støðan millum Russland og Vesturheimin er so spent, sum hon sjáldan hevur verið. Ikki síðani kalda kríggi, hava viðurskiftini verið so trupul, sum tey eru í dag, siga fleiri eygleiðarar frá NATO toppfundinum, sum er í Wales í hesum døgum. M ánadagin fer ES at herða tiltøkini móti Russlandi hóast vápnahvíld er fingin í lag í Ukraina. Herdu revsitiltøkini verða ikki sett úr gildi, fyrr enn Russland hevur víst, at tey megna at halda avtaluna um vápnahvíld, ella um Russland tekur hermenn sína úr Ukraina. T að sigur ein sendimaður við Reuters. Men løgmaður heldur ikki, at tað er eitt óheppið signalvirði, at hann sum landsins leiðari fer til Russlands at samráðast júst nú. Føroyar eru ikki partur av ES, og taka ikki undir við revsitiltøkunum. Vit noyðast at røkja áhugamálini hjá føroysku útflutningsvinnuni, og betra um handilssambondini við Russland , segði Kaj Leo Holm Johannesen við útvarpið á døgurða í dag. Útgongubannið kemur í gildi tann 18. september og inntil tá mugu fólk leggja undir seg tað, teimum tørvar, tá tey skulu verða inni í fýra dagar. Tilsamans 21.000 fólk skulu tryggja, at útgongubannið verður hildið. Frammanundan verða í túsindatalið av fólkið nýtt at tryggja avbyrgd øki, sum eru harðast rakt. Hetta er við markið til G uinea . Ebola sjúkan, sum hevur rakt vestara partin av Afrika, er tann herviligasta nakrantíð. Omanfyri 2100 fólk eru deyð av sjúkuni og bara í gjár doyðu 491 fólk av ebola í Sierra Leone. Eyka pengar og orka eru ikki sett av til kunning um grindadráp. Tí nýtir Løgmannsskrivstovan starvsfólk, sum eisini hava nógv onnur arbeiðsøki, til at kunna um grind og grindadráp. Marjun Hanusardóttir heldur, at føroysku myndugleikarnir møguliga framyvir eiga at verða fyrr úti í kunningini um grindadráp, tá hendingar sum tann á Sandi henda. Men vit noyðast eisini at meta um, hvat vit fáa burturúr , sigur hon. Í sendingini Radarin mikudagin funnust Niels Uni dam, hans Jacob hermansen og Elin Brimheim Heinesen at kunningarpolitikkinum hjá almennu Føroyum viðvíkjandi grindadrápi. Kritikkpunktini vóru, at myduleikarnir eru ov lítið proaktivir í kunningini um grundadráp, at kunningin kemur ov seint, og at ov fáar ressursir eru settir av til kunningina. Eisini vístu tey á, at okkum tørvar eina tilbúgvingarætlan, tá tað snýr seg um at kunna um grind. Eftir grindina á Sandi, skrivaði Daily Mail og The Telegraph greinar um grindadrápið við beinleiðis faktuellum feilum. Feilirnir vóru ikki rættleiddir ag Løgmansskrivstovuni fyrr enn tveir dagar seinni, og Marjun Hanusardóttir ásannar, at skrivið kundi verði sent út fyrr. Marjun Hanusardóttir sigur, at Løgmansskrivstovan, saman við løgregluni og Fiskimálaráðnum gjørdi eina tilbúgvingarætlan áðrenn Sea Shepard kom til Føroyar í stórum tali. Men annars hevur kunningarstrategiin verið ikki at givið Sea Shepard ov nógv pláss í miðlunum. Tað ber til at tosa við siðiliga við nakrar av útlendingunum, ið eru ímóti grindadrápi. Tað sigur Winther Reinert, lívfrøðislesandi. Hon hevur seinastu vikurnar roynt at grundgeva fyri grindadrápi á Facebook heimasíðuni hjá Paul Watson. 31 ára gamli John Petersen og 27 ára gamli Bergur Mikladal royna í hesum tímum at sleppa upp á tann seinasta av teimum fimm tindunum í Tindhólmi. Tindarnir eita Ytsti, Arni, Lítli, Breiði og Bogni. Um middagsleitið tosaði Høgni Mohr við John Petersen, sum stóð beint undir Arna. Komandi dagarnar fáa tit eina ætlan, sum skal geva fleiri heimildir til Skotland fleiri skattaheimildir, størri keypsorka og størri vald yvir velfærðarskipanini. Og tað verður sett í verk í somu løtu, at fólkaatkvøðan verður eitt nei, sigur George Osborne við BBC. Ætlanin er, sambært bretska fíggjarmálaráðharranum, í løtuni til viðgerðar hjá trimum størstu flokkunum í bretska undirhúsinum, og hon verður ætlandi løgd fram í næstum. Sambandsvongurin hevur annars verið fremstur í øllum spurnakanningum, síðan valstríðið byrjaði fyri fleiri mánaðum síðan, men seinastu dagarnar er gloppið smalkað munandi og skjótt. Fokus eigur at vera á at hava ein sunnan og góðan rakstur í bankanum, og ikki bara fara eftir at kursurin skal hækka til eitt ávíst virði eitt ávíst tíðarskeið. Tað sigur Kristina Háfoss, løgtingskvinna, um avgerðina hjá nevndini í Banknordik at geva stjórunum forkeypsrætt til partabrøv í bankanum. Stutt áðrenn klokkan trý komu teir báðir fjallaklintrararnir, John Petersen og Bergur Mikladal, sær upp á Breiða tann fimta tindin í hólminum. Odmar Færø hevur vegna skaða ikki verið ein partur av Føroyska landsliðnum í eina tíð. Men eftir at hann tvær ferð av ymiskum orsøkum hevur verið undir skurði, er hann millum teir fyrstu ellivu aftur. Hann skuldi í dag royna at verja fyri, so at Finnland ikki kom til stórar málmøguleikar. Fyrsta partin av dystinum varð verjan ofta boðsend, men sum dysturin gekk fekk verjan fóta sær. Vit tosaðu við ein vónbrotnan Odmar Færø eftir dystin. Hann vísti á hvat skal betrast til næsta dyst. Men hóast broytinar skulu gerast sigur hann at hesin hópurin er tann sterkasti, sum hevur verið meðan hann hevur umboðað landsliðið. Úrslitið Føroyar 1 Finnland 3 1 0 41 min Christian Lamhauge Holst 1 1 52 min Riku Riski 1 2 78 min Riku Riski 1 3 82 min Roman Eremenko Føroyar taptu í kvøld 3 1 fyri Finnlandi á heimavølli. Hálvleiksstøðan var 1 0, tað var eftir 41 minuttir at Christian Lamhauge Holst setti bólin í netið eftir eitt mistak í verjuni hjá Finnlandi. Fróði Benjaminsen sigur at teir vóru sera nøgdir at vera á odda í hálvleikinum, men seinni hálvleikur gekk bara ikki sum ætlað. Hann sigur millum annað at teir brúka sera nógva orku uppá at renna eftir mótstøðuleikarunum, og tveita bóltin vekk ov ofta. Úrslitið Føroyar 1 Finnland 3 1 0 41 min Christian Lamhauge Holst 1 1 52 min Riku Riski 1 2 78 min Riku Riski 1 3 82 min Roman Eremenko Umhvørvisstovan sigur í hoyringarskrivi um ætlanina at leingja aliloyvið hjá Bakkafrosti á Árnafirði, at aliøkið innari á fjørðinum áður hevur víst seg at vera dálkað av alingini. Hesar upplýsingar eru í viðmerkingunum til munnligan fyrispurning hjá Eyðgunn Samuelsen í Javnaðarflokkinum, sum mikudagin fer at spyrja Johan Dahl, landsstýrismann, um aliloyvið á Árnafirði. Løgtingskvinnan fer millum annað at spyrja landsstýrismannin, um atlit verða tikin til teirra, sum royna eftir hummara á Árnafirði. Í síðstu viku upplýsti stjórin á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, Bárður Enni, fyri Útvarpinum, at í apríl í ár segði Umhvørvisstovan, at Árnafjørður var ódálkaður. Hetta var kortini ein fyribils niðurstøða. Loyvið hjá Bakkafrosti at ala á Árnafirði fer úr gildi á nýggjárinum. Men alt bendir á, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan fer at leingja loyvið 12 ár. Eyðgunn Samuelsen spyr Johan Dahl, um Heilsufrøðiliga Starvsstovan fer at gera eftir tilmælinum frá Umhvørvisstovuni og flyta alingina longri út á Árnafjørð og strika aliøkið inni á fjørðinum. Seinni í september og fyrst í oktober verður filmurin sýndur í nøkrum biografum í Danmark og á Færøske Biodage á Norðurbryggjuni og í Cinematekinum í Keypmannahavn. 60 prosent eru úr føroyskum grunnum og frá stovnum og privatum fyritøkum umframt 98 fólkum í sjey londum, sum lótu pengar til verkætlanina. Ludo er eitt psykologiskt drama um eina 11 ára gamla gentu, sum er gísli millum myrka sinnalagið hjá mammuni og hjálparloysið hjá pápanum. Filmurin er um eitt samdøgur hjá ungu familjuni, sum skilst ein vanlig, eydnurík familja, mamma, pápi og dóttir, men skjótt gerst greitt, at okkurt óunniligt er aftanfyri. Og so skulu vit hoyra um eitt føroyskt bindingarmynstur sum er komið í seinasta nummarið av danska vikublaðnum Familie Journal. Tað er Oddvør Jacobsen, sum í løtuni lærir til klædnaatstøðing, sum hevur gjørt mynstrið og hana hitta vit í morgun Tey seks stuðulsfólkini, fýra kvinnur og tveir menn, hjá Sea Shepherd, vórðu tikin á sandinum heima á Sandi næst seinasta leygardag, tá grind varð hildin til har. Átta onnur fólk vórðu tikin á Sandi, tá grind var har. Tey vóru í trimum bátum hjá Sea Shepherd. Politiið tók bátarnar og hevur teir enn. Ísland var ikki við í semjuni, sum Føroyar, ES og Noreg gjørdu um makrelin í vár. Íslendska kvotan var 11,9 prosent av heildarkvotuni, sum Føroyar, ES og Noreg ásettu. Sambært teirri avgerðini vóru 193.000 tons, 15,6 prosent, ætlað Íslandi og Russlandi. Men tey 100.000 tonsini, sum Grønland hevur fingið sær, eru ikki við. Hini londini viðurkenna ikki Grønland sum strandarland. Føroyar eiga 156.000 tons, 12,6 prosent. Makrelstovnurin á okkara leiðum er væl fyri. Og tað kemur væl við hjá Íslandi í framtíðar samráðingum um kvotur, hevur íslendski fiskimálaráðharrin, Sigurður Ingi Jóhannsson, sagt. Men 5.juni gjørdi landsstýrið eina fyribilsavtalu um, at Vørn í nakrar mánaðir rindar fyri læknarnar og síni egnu fólk og Landssjúkrahúsið fyri sjúkrarøktarfrøðingarnar til ein endalig loysn er funnin. Fólkakirkjan.fo skrivar, at eftir ætlan fara kirkjuráðini at innstilla nýggja prestin í hesum mánaðinum. Landsstýrismaðurin í mentamálum setur starvið, og tann, sum verður settur, skal eftir ætlan taka við starvinum 1. desember. Tørvurin hjá børnunum er sera ymiskur, og kann vera nógv broyttur í summarferiuni. Starvsfólkini á stovninum, skulu tí hugsa nógv um uppmerksemi til hvørt einstakt barn. Beinta Dalbø, námsfrøðingur, vitjaði í studio fimm í morgun. Seks stuðulsfólk hjá Sea Shepherd fingu 1.000 krónur í bót hvør fyri at órógva grindaraksturin á Sandi næst seinasta leygardag. Rinda tey ikki bótina, skulu tey sita í seks dagar í staðin fyri. Fólkini eru dømd fyri at bróta grindakunngerðina og politiviðtøkuna. Tey seks stuðulsfólkini, fýra kvinnur og tveir menn, hjá Sea Shepherd, vórðu tikin á sandinum heima á Sandi næst seinasta leygardag, tá grind varð hildin til har. Fólkini, sum eru millum 23 og 40 ára gomul, vóru ákærd fyri at bróta kunngerðina um grind og politiviðtøkuna. Ákæruvaldið kravdi, at tey vórðu dømd at rinda 1.000 krónur hvør í bót. Tað fingu tey í sektaruppskoti frá fútanum, men noktaðu at taka við. Tí fóru mál teirra í rættin. Ákæruvaldið kravdi eisini, at løgreglan sleppur at hava myndatólini, sum vórðu tikin frá fólkunum, og kanna myndirnar í teimum. Fólkini hava fingið myndatólini aftur. Átta onnur fólk vórðu tikin á Sandi, tá grind var har. Tey vóru í trimum bátum hjá Sea Shepherd. Politiið tók bátarnar og hevur teir enn. Í lógaruppskotunum, sum eru send til hoyringar, stendur, at øll upphæddin, kommunurnar fáa frá landinum, eftir ætlan skal svara til útreiðslurnar, sum landið hevði havt, um landið framvegis umsat eldraøkið. Fyri at røkka hesi upphædd, skjýtur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum upp at broyta fleiri lógir rentutryggingarlógina, eftirlønarlógina og MVG lógina, og eina nýggja lóg um endurgjald til kommunurnar. Skotið verður upp, at kommunurnar fáa endurgjald frá landinum fyri inntøkurnar, sum tær missa, tí DIS arar og FAS arar rinda ikki kommununum skatt. Í lógaruppskotinum stendur, at kommunurnar árliga fáa endurgoldið eina upphædd, ið áleið samsvarar við tann skattin, tær høvdu fingið, um inntøkan hjá FAS arunum og DIS arunum var fult skattskyldug í kommuni. Og skattaprosentið, sum verður nýtt at rokna upphæddina, er miðalskattaprosentið fyri allar kommunurnar í sama ári, sum frádrátturin verður roknaður. Hvørki land ella kommunur fáa skattainntøkur frá skipum í DIS. Tí sambært avtalu við Danmark, rinda føroyingar, sum sigla við skipum í DIS skipanini, hvørki skatt til landið ella kommunur. Landið fær hinvegin inntøkur úr FAS skipanini. Tí tey, sum sigla við skipum í FAS, rinda 35 prosent í skatti av inntøkuni. Hesin skattur fer í landskassan, men hann verður tó ikki verandi har, tí hann verður borin aftur til reiðaravirkini. Eisini verður skotið upp, at kommunurnar fáa endurgjald fyri tær inntøkurnar, tær missa av fiskimannafrádrátti og frádrátti í inntøku, sum føroyingar forvinna uttanlands. Sum er, fáa fiskimenn skattalætta, sum er 14 av inntøkuni, upp í 470.000 krónur. Fólk, sum arbeiða uttanlands ella á útlendskum skipum, fáa eisini ein lætta. Hann er 30 , tó í mesta lagi upp í 120.000 kr Kommunurnar fáa sostatt endurgoldið tey 14 og 30 prosentini av skattainntøkunum, tær missa. Øll upphæddin, sum kommunurnar fáa av hesi skipanini, kann tó ikki roknast fyrr enn árið eftir, at frádráttirnir eru latnir, stendur í lógaruppskotinum. Skotið verður upp, at rentutryggingarlógin verður broytt soleiðis, at landið yvirtekur tann partin av avgjaldinum á kapitaleftirlønum, sum kommunurnar nú fáa. Sostatt fær landið sostatt alt avgjaldið í sambandi við útgald av kapitaleftirlønum. Men eftirlønarlógin skal broytast, so ein ávísur partur av pensjónsinngjøldum verður lutaður til kommurnar eftir tali av borgarum, ið eru 67 ár ella eldri. Eisini skal lógin um meirvirðisgjald broytast soleiðis, at ein lutfalsligur partur av hesum avgjaldi verður fluttur kommununum eftir tali av borgarum 67 ár ella eldri. Í lógaruppskotinum er tó ikki útgreinað, hvussu nógv prosent av MVG avgjaldinum verður latið kommununum. Í lógaruppskotinum stendur, at uppskotini fáa ymiskar fíggjarligar avleiðingar fyri einstøku kommunurnar. Mett verður at flestu kommunur fáa eina upphædd, ið er størri enn tann kostnaðurin, sum kommunan yvirtekur. Einstakar kommunur fáa tó eisini eina minni upphædd enn tað, ið kostnaðurin væntandi verður. Orsøkin til hetta er, at misjvant er, hvussu kommunurnar eru fyri at átaka sær uppgávunar við heimatænastu og eldrarøkt v.m., og tí er ætlanin, at peningur verður latin kommununum á ein tílíkan hátt, at tær fíggjarliga verða latfalsliga meira javnt fyri at átaka sær uppgávurnar. Og tað verður mett, at hetta kann gerast við at gevda kommununum endurgjald fyri miss í sambandi við ymiskar skattligar serskipanir sum DIS, FAS, fiskimanna og uttanlandsfrádrátt. Uppgávurnar hjá sendimanninum verða at virka sambært uttanríkispolitikki Føroya, at umboða føroyskar myndugleikar mótvegis russiskum myndugleikum og øðrum sendistovum í Moskva, og at røkja sambond við russiskt vinnulív og mentanarlív. Ikki síðani 3. juni í fjør hevur ein tunna av olju úr Norðsjónum verið so bílig. Í apríl í fjør var oljuprísurin eisini undir 100 dollarar fyri tunnuna í fleiri dagar. Serfrøðingar vænta kortini ikki so stóra broyting í prísunum, men teir eru ovfarnir av, at prísurin er lækkaður so nógv, tí ófriður er bæði í Ukraina og í Irak. Orsøkin til, at prísurin lækkar, er, at nógv olja er á marknaðinum. Sum frá líður vænta serfrøðingarnir, at ófriðurin í Ukraina og í Irak fer at fáa oljuprísin at hækka aftur. Ófriðurin í Ukraina og í Irak hevði fyrr í summar við sær, at oljuprísurin hækkaði upp í góðar 115 dollarar fyri tunnuna. Orsøkin til lækkaðu prísirnar seinastu tíðina, er, at minni av olju verður brúkt, samstundis sum londini í OPEC selja meir olju enn vanligt. Hvussu er statt i Føroyum eftir desember 2006, tá 266b varð víðkað til tað, hon er í dag. Eru Føroyar blivnar meira rúmligar hjá samkyndum. Hetta eru nøkur evni, sum verða tikin upp í morgunkaffinum í Góðan morgun Føroyar, sum verður sent beinleiðis klokkan átta úr Kaffihúsinumí Vágsbotni. Tað er listamaðurin, Ole Wich, sum vil hitta løgtingslimin Bill Justinussen. Grein 266b í revsilógini kom í gildi 15. desember 2006 við 17 atkvøðum fyri og 15 ímóti, hon staðfestir at samkynd skuldu verða vard ímóti niðurgerð. Miðflokkurin hevur fleiri ferð tosað ímóti at grein 266b skuldi koma í gildi í Føroyum . Tað eru tó ikki bara tingfólk úr Miðflokkinum, ið hava verið ímóti at samtykkja grein 266b, tingfólk úr mestsum øllum flokkum hava verið ímóti. Um nakrar vikur byrjar landskappingin í hondbólti. Ein av yngstu hópunum er tann hjá H71, har flestu spælararnir eru tannáringar ella fyrst í 20 unum. Ein sigur afturat. Tað er tað, sum skal til fyri at, KÍ kvinnurnar kunnu vinna sítt fimtanda føroyameistaraheitið á rað. Sunnudagin vunnu klaksvíkskvinnur 3 1 á B36 í Gundadali. Í ár hava tær fingið nýggjan venjara, Bojan Drobnjak, og hann væntar sær harða kapping um FM heitið frá heili fýra øðrum feløgum . Vit vóru fótbóltshimmiríki í ein hálvleik, tí tað sá alt so gott út, tá Christan Lamhauge Holst legði Føroyar fram um 1 0 stutt fyri steðgin, men í seinna hálvleiki misti føroyska fótbóltslandsliðið alt á gólvið. Stóra stjørnan á finska landsliðnum, Roman Eremenko, var sum heild nøgdur við avrikið hjá Finnlandi. Og hann metir, at Finnland hevur góðan møguleika at spæla seg í Europameistarakappingina um tvey ár. Føroya vakrasta hálvmaraton var á skránni leygardagin. Og teir 85 luttakararnir fingu eina heildaruppliving av teimum heilt stóru, tá teir runnu tann 21 kilometur langa teininin úr Gásadali til Sandavágs. Tað sá so gott út í steðginum, men við trimum málum í seinna hálvleiki vann Finnland 1 3 á Føroyum. Eftir dystin hittu vit nakrar ógvuliga vónbrotnar spælarar. Nógv brot hava verið á Shefa kaðalinum, síðan hann varð tikin í nýtslu í 2007. Í miðal hava verið tvey kaðalslit um árið, og tað er alt ov nógv, sigur Føroya Tele. Tí hevur verið arbeitt við einari ætlan at leggja kaðalin av nýggjum. Føroya Tele hevur onnur sambond at dúva uppá, og einki bendir á, at breiðbandið hevur verið stórvegis nervað, nú Shefa hevur verið sløktur í ein mánað, sigur Føroya Tele. Í síðstu viku var kaðalin tikin upp og lagdur av nýggjum. Økið varð reinsað, har hann er lagdur, og roynt er at tryggja hann betur, millum annað við at grava hann niður í botn, har tað ber til. Hetta arbeiðið eydnaðist ikki til fulnar. Í fyrstu syftu bar ikki til at fáa kaðalskipið, sum er leigað til uppgávuna, at gera alt arbeiðið um eina leið. Tí verður neyðugt at taka arbeiðið uppaftur seinni . Haraftrat er onkur teinur, har tað ikki hevur eydnast at grava kaðalin niður í botn, so hann er nóg væl vardur, og tí skal nú eftirmetast, um eyka arbeiði skal gerast í tí strekkinum. Sum støðan er nú, verður farið aftur at umvæla kaðalin seinni í hesum mánaðinum, og einaferð í næsta ár verður farið at arbeiða aftur upp á Shefa kaðalin. Í lítla býlinginum á Gravarbø í Klaksvík eru fýra hús og øll eru ein familja. Vit hitta hjúnini Katrin og Markus Tummas Jacobsen, sonin Óla Jacobsen og unnustu hansara Poulinu Øregaard, sum nú búgva í gamla fjósinum. Vit hitta eisini bóndan, Karl Hera Joensen, ið eisini er kendur grótmaður í Klaksvík, og dóttir hansara, Karinu Lamhauge, ið hevur viðgerðarstovu á Gravarbø. Fráboðanin hjá løgmanni um fyribils at taka øll fiskirættindi frá Anitu var ein roynd at varpa ljós á okkurt annað enn Skálafjarðartunnilin. Jens Andrias Vinther, advokatur, sigur, at løgmaður hevur dømt reiðaríið, áðrenn tað hevur fingið møguleika at svara ákærunum aftur, og tað er álvarsamt, sigur hann. Eitt sindur metal, eitt sindur 70 ára slig og møguliga eisini eitt sindur popputt, er lýsingin av bókinum. Hoyr hvat meira guitaristurin og forsangarin í bólkinum siga um bólkin í sjónbandinum omanfyri. 3.300 fólk vóru til fótbóltslandsdyst á Tórsvølli sunnukvøldið Men tað tók sína tíð at fáa øll fólkini inn á ítróttarøkið. Og áskoðaratalið kundi verið størri, var sølan av atgongumerkjum betur skipað í Gundadali. Tá landsdysturin millum Føroyar og Finnland varð bríkslaður í gongd, stóðu hundraðtals fólk í bíðrøð uttan fyri Fast støðina í Gundadali. Teirra millum var Olaf Fríðheim av Eiði. Fótbóltssambandið átekur sær fulla ábyrgd av ruðuleikanum í sambandi við atgongumerkjasøluna upp undir landsdystin millum Føroyar og Finnland á Tórsvølli sunnukvøldið, og aðalskrivarin, Virgar Hvidbro, harmast, at fólk noyddust at standa so leingi í bíðirøð. Orsøkin var, at atgongumerkini, sum skuldu seljast á sjálvum leikdegnum til bestu plássini á Tórsvøllini, vóru ikki komin aftur til Havnar. Fótbóltssambandið lovar bót og bata til næstu heimadystirnar. Arbeitt verður millum annað við einari nýggjari skipan at keypa atgongumerki á netinum. Landsstyrið hevði í gjár havt fund um støðuna, og í morgin fæst at vita, hvussu nógvan pening aðalráðini hava funnið, og hvussu nógv landsstyrismaðurin í figgjarmálum noyðist at biðja tingið um at játta eyka. Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, fer á tingfundinum í morgin at spyrja landsstýriskvinnuna í almannamálum um eitt hálvt annað ára gamalt lyfti. Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, boðaði í fjør vár frá í fjølmiðlunum, at hon ætlaði at fáa skipanina við fríplássum til barnaansing tillagaða sambært tilmælinum í heildarætlanini viðvíkjandi fólkaflyting og fólkavøkstri. Tá munnligu fyrispurningarnir vera í løgtinginum í morgin, fer Eyðgunn Samuelsen at spyrja Anniku Olsen, um hon framvegis ætlar at tillaga skipanina við fríplássum, hvussu nógv ein tillagað skipan fer at kosta og, um kommunurnar skulu bera allan kostnaðin. Sambært heildarætlanini viðvíkjandi fólkaflyting og fólkavøkstri er skipanin ein forðing fyri, at einsamallir uppihaldarar arbeiða fulla tíð, tí skipanin eggjar ikki fólki til at fáa sær arbeiði, sum gevur meiri løn. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, skal í morgin verja ætlan sína um fíggingina, sum kommunurnar fáa fyri at yvirtaka eldraøkið og heimatænsturnar á nýggjárinum. Hon spyr millum annað, hví kommunurnar ikki verða javnsettar. Fámjin, Kvívík og Havnin hava gjørt vart við, at tær tríggjar kommunurnar fáa ikki nóg nógvar pengar til útreiðslurnar, sum landið áleggur teimum. Landsstýrið veit, at eldraøkið fer at krevja nógvar ábøtur komandi árini. Heldur enn at loysa hesa avbjóðing rennur landsstýrið undan ábyrgdini og blakar hana á kommunurnar, sigur Kristina Háfoss. Inntøkurnar hjá kommununum fara ikki at økjast so hvørt sum útreiðslurnar til eldraøkið vaksa. Og kommunurnar fáa ikki ta fígging, sum svarar til tørvin hjá teimum. Og sera sannlíkt er, at brúkaragjøld verða áløgd, tí kommunurnar fáa ov fáar pengar frá landinum, er niðurstøðan hjá Kristinu Háfoss. Hon ivast eisini í endurgjaldinum til kommunurnar fyri tey, sum eru í altjóða skipaskráunum FAS og DIS. Tí so hvørt sjófólk gerast pensjónistar og fara úr FAS ella DIS, missa kommunurnar tað endurgjaldið, sum skal brúkast til at fíggja eldratænasturnar. Og kommunurnar missa oman fyri 100 milliónir krónur í pensjónsskattainntøkum, sum kommunurnar áttu til 1.januar í fjør, tá allar inntøkurnar av forskattaðu pensjónunum fóru í landskassan. Á fundinum í morgin fer Fíggjarnevndin at leggja fram álit í tveimum tingmálum, sum nevndin langt síðani eru liðug at viðgera, men eingin tingfundur hevur verið síðani hálvan august. Annað málið er eykajáttan, sjey milliónir krónur, til serviðgerðir uttanlands, og hitt er um, at seyður, sum verður givin sum samsýning fyri fjallgongu og røkt, eigur ikki at vera skattskyldug inntøka hjá tí, sum fær seyðin. Valstøðini til løgtings og fólkatingsval eru í nógvum førum so smá, at tað ber næstan til at seta navn á, hvør eigur hvørja atkvøðu. Tað sigur Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, sum á tingfundinum í morgin fer at seta Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, munnligan fyrispurning um málið. Helgi Abrahamsen hevur fyrr reist spurningin, um landsstýrið ætlar at broyta markið fyri minstu stødd á valstøðum, og hvussu nógvir veljarar landsstýrið heldur vera hóskandi sum minsta mark fyri eitt valstað. Nú spyr Helgi Abrahamsen, um landsstýriskvinnan ætlar at gera nakað við málið fyri næsta løgtings og fólkatingsval, sum verða í seinasta lagi um eitt ár. Hann vil eisini hava at vita, um landsstýrið hevur arbeitt við tankanum um at broyta valskipanina soleiðis, at atkvøðurnar á teimum minstu valstøðunum kunnu verða taldar saman við einum størri valstaði. Kortini er ein nýggj fløga við svenska bólkinum nú á veg í handlarnar. 29. september kemur ABBA Live at Wembley Arena á marknaðin. Svenski tónleikabólkurin, ABBA, hevði fylt Wembley Arena í London fimm kvøld á rað, tá upptøkurnar við tónleikinum til nýggju fløguna vórðu gjørdar Upptøkurnar til nýggju fløguna vórðu gjørdar leygarkvøldið 10. november í 1979, og nú 35 ár seinni eru upptøkurnar gjørdar lidnar og klárar til útgávu. Tónleikurin ljóðar júst sum hann gjørdi tað kvøldið í 1979, og eg eri bilsin yvir, hvussu gott tað ljóðar, sigur Benny Andersson við danska blaðið, BT . Tað er sonur Benny Andersson, Ludvig Andersson, ið hevur lurtað eftir eftir øllum konsertupptøkunum frá 70 unum. Tað er eisini sonurin, ið stendur fyri nýggju útgávuni. Í kunngerðini eru treytir fyri at koma undir tað, sum eitur heiltíðarlestur í lógini. Fyri at koma undir heiltíðarlestur krevst, at fólk hava í minsta lagi 20 lestrartímar um vikuna. Tó kunnu lesandi við heimabúgvandi børnum undir tíggju ár koma undir reglurnar um heiltíðarlestur, hava tey í minsta lagi 16 tímar um vikuna. Soleiðis stóð í kunngerðini. Men nú er hon broytt, so eisini lesandi við serligum tørvi koma undir reglurnar um heiltíðarlestur, um tey hava í minsta lagi 16 tímar, og ikki 20 lestrartímar, um vikuna. Skipið, sum er skrásett í Føroyum, er útgjørt úr Spania. Fyri at sleppa undan at skula so ofta til Spania, varð skipið umbygt til at kunna hava meira reiðskap og útgerð. Hesar eru einastu orsøkirnar til umbyggingina. Hon hevur einki við skipaðan ólógligan fiskiskap at gera, sum reiðaríið er vorðið skuldsett fyri. Tað sigur Jens Andrias Vinther, advokatur hjá P f Seta, reiðaríinum hjá Anitu, í hoyringarskrivi, nú løgmaður ætlar at taka veiðiloyvið frá Anitu. Sunda kommuna samtykti á býráðsfundi 25. august at geva prinsipielt byggiloyvi til verkætlanina Náttúrulund við Streymin, sum Edmund Joensen hevur arbeitt við í nøkur ár. Edmund Joensen var í útvarpsstovuni í morgun og greiddi frá verkæltanini 38 dollarar. Tað kostaði eitt partabræv hjá Facebook við børsskrásetingina hjá fyritøkuni fyri hálvum ári síðan. Eftir hálvum ári eru partabrøvini í Facebook hækkað munandi í virði. Í gjár fóru partabrøvini upp í 77,89 dollarar. Sostatt er Facebook nú vert 200,9 milliardir dollarar. Til sammeting er Google nú vert 400,4 milliardir dollarar, skrivar Ritzau. Bæði Facebook og Google eru í harðari kapping um lýsingarkrónurnar á internetinum. Báðar fyritøkurnar hava eftir tveimum árum sett meira inn eftir lýsingarkrónunum á teldlum og snildfonum. Fyrsta ársfjórðing 2014 forvann Google fýra ferðir meira pening enn Facebook. Hinvegin var vøksturin hjá Facebook 61 prosent fyrsta ársfjórðing í ár, ella tvífalt so nógv sum vøksturin hjá Google. Fólkatingsmaðurin, Sjúrður Skaale, er rættiliga hvassorðaður móti løgmanni, nú hann hevur verið á vitjan í Russlandi, og hitt umboð fyri russisku stjórnina um øktan samhandil millum Russland og Føroyar, samstundis, sum meginparturin av vesturinheiminum hevur sett handilsbann í gildi móti Russlandi. Kaj Leo hevur sitið Moskva og stungið Vesturheimin og NATO í bakið. Tað er ein kolossal provokatión, sum kann gerast okkum sera dýr, sigur fólkatingsmaðurin hjá Javnaðarflokkinum í einari grein á facebook vangamyndini hjá sær. Kinesisku myndugleikarnir krevja váttan fyri, at laksurin ikki hevur ILA, tí Kina vil ikki hava hesa virusfiskasjúkuna til landið. Listamaðurin, Ole Wich, vildi hitta Bill Justinussen, løgtingslim, í morgunkaffinum, sum var í Kaffihúsinum í Vágsbotni í Havn. Tosað varð um 266b, um hvussu Føroyar eru at liva í í dag, níggju ár eftir at 266b varð broytt til eisini at umfata seksuellar minnilutar. Fýra embætisfólk í Uttanríkistænastuni á Løgmansskrivstovuni og Fíggjarmálarráðnum sita í løtuni við samráðingarborðið í Turkalandi, har tingast verður við turkisku stjórnina um ein handilssáttmála. Løgmansskrivstovan boðar frá, at seinastu árini hava handilsviðurskiftini við onnur lond, teirra millum Turkaland, fingið høga raðfesting í Uttanríkistænastuni, og tilgongdin at fáa í lag ein handilssáttmála við Turkalandi er komin longst. Samráðingartoymið hevur ikki stundir at gera samrøðu við útvarpið, men sigur í telduposti, at samskiftið, ið hevur verið við turkisku myndugleikarnir higartil, bendir á, at turkiska stjórnin er fús at gera ein sáttmála við Føroyar, um partarnir semjast um treytirnar. Ætlanin er, at handilssáttmálin við Turkaland skal fjøltátta marknaðarmøguleikarnar hjá føroyskum fyritøkum og bøta um møguleikarnar at gera búskapin størri. Fýra fólk í Uttanríkistænastuni og Fíggjarmálaráðnum manna samráðingartoymið í Turkalandi. 19. september. Tað er dagurin, tá tann nýggja iPhone 6 hjá fyritøkuni Apple kann keypast í teimum stóru londunum. Leysatíðindi á netinum eru álítandi. Tað er tó ikki vist, at nýggja iPhone 6 verður at fáa í Føroyum longu um 10 dagar, tí vanligt hevur verið, at nýggjar Apple vørur koma eitt sindur seinni til Danmarkar. Nýggja telefonin kemur á marknaðin við tveimum ymiskum skíggjum 4,7 tummar ella 5,5 tummar. Til sammetingar er skíggin á iPhone 5 ið longu er á marknaðinum fýra tummar. Ein størri skíggi krevur eisini eitt størri battarí. Tískil verður battaríið á iPhone 6 nærum tvífalt so stórt enn á iPhone 5. Tað er ikki vist, at battaríið fer at halda longri enn nú. Telefonin við tí minna skíggjanum fer at nevnast iPhone 6, meðan telefonin við størra skíggjanum fer at nevnast iPhone 6 Plus, vilja leysatíðindi vera við. Apple plagar at gera nógv burturúr, tá fyritøkan kemur við nýggjum vørum. Tíðindafundurin verður sjónvarpaður beinleiðis á netinum klokkan 18 í kvøld føroyska tíð, skriva miðlar. Samstundis sum vesturheimurin hevur sett strong tiltøk í verk móti Russlandi, hevur Kaj Leo Holm Johannesen verið í Moskva og hitt russiskar myndugleikar, og tað hevur vakt ans. 50 súkklarar verða á liðnum, tá føroyski súkkluhópurin fer úr Føroyum næsta summar. Tað er greitt, nú stýrisbólkurin fyri liðið hevur gjøgnumgingið umsóknirnar í ár. Sostatt verða 15 fleiri súkklarar á liðnum komandi ár, samanborið við í ár, tá 35 fólk súkklaðu úr Klaksvík til París í Fraklandi. 157 fólk søktu um at sleppa á súkkluliðið hjá Team Rynkeby Føroyar 2015, boða fyriskipararnir frá á Facebook síðuni hjá felagsskapinum. Endamálið hjá Team Rynkeby er at savna inn pening til krabbameinsrakt børn og familjur teirra. Í 2013 savnaði Team Rynkeby 23 milliónir krónur inn til endamálið. Kinesisku myndugleikarnir krevja váttan fyri, at laksurin ikki hevur ILA, tí Kina vil ikki hava hesa virusfiskasjúkuna til landið. ILA varð fyrstu ferð staðfest í Noregi í 1984. ILA virus hevur eisini verið í Føroyum, seinast í februar í ár, men tá varð sjúkan ikki staðfest her. Anita hevur føroyskt veiðiloyvi og eittans fiskiloyvi. Skipið hevur loyvi at fiska svartkalva og havtasku við gørnum á føroysku landleiðunum. Útvarpssendingin Við Tórði á túri er byrjað aftur. Nýggjar sendingar eru á skránni mánadagar klokkan 17 05 í vetrarskránni hjá útvarpinum. Her eru myndirnar, ið vórðu tiknar, tá Tórður Mikkelsen vitjaði lítla býlingin Gravarbø í Klaksvík í fyrstu sendingini hesa vetrarskránna. Tann 23.apríl bað Vørn landsstýrismannin í fiskivinnumálum taka veiðiloyvið og fiskiloyvið frá Anitu fyribils til rætturin er liðugur at viðgera málið um skipið. Men í Fiskimálaráðnum eru tey ógegnig, tí aðalstjórin er bróðir skiparan á Anitu. 1.juli spyr Løgmansskrivstovan Vørn, um løgmaður eigur at brúka afturtøkuheimildina í lógini um vinnuligan fiskiskap, áðrenn dómur er sagdur. Biðið verður eisini um grundgeving fyri svarinum. Hálvur annar mánaður gongur, áðrenn Vørn svarar við tilmæli og grundgeving um at taka loyvini hjá Anitu aftur fyribils. 28.august er ætlanarskrivið, sum skal sendast reiðaríinum, P f Seta, klárt. Og tann dagin, og eftir at Løgmansskrivstovan hevur fingið brøv frá manningarfeløgunum um Anitu, velur Løgmansskrivstovan, eftir at hava sitið við málinum í fýra mánaðir, at senda reiðaríinum ætlanarskrivið við rúgvismiklum fylgiskjølum. Hoyringarfreistin er fýra yrkadagar. Harafturat er løgmaður undir almennum trýsti í fjølmiðlunum um Anitu. Og dagin eftir, 29.august, skal løgmaður svara spurningum frá kanningarstjóranum um Eysturoyartunnilin. Møguliga er hetta alt av tilvild. Ella møguliga er hetta heilt gott og effektivt spinn, sigur Jens Andrias Vinther, advokatur, í hoyringarskrivinum. Hann sigur, at hann bað um tríggjar vikur at svara, millum annað tí at skiparin er til fiskiskap við Anitu, og hann vildi fegin viðgjørt ætlanarskrivið saman við skiparanum. Advokaturin undrast á stuttu hoyringarfreistina. Tí rættarmálið um Anitu verður ikki viðgjørt fyrr enn í fyrsta lagi í oktober ella november, sigur hann. Jens Andrias Vinther sigur, at ætlanin hjá Løgmansskrivstovuni er størsta inntriv í rættindini hjá einum privatum, sum er gjørt við heimild í lógini um vinnuligan fiskiskap. Ein avgerð, sum kann hava við sær endurgjaldskrav upp á tíggjutals milliónir krónur frá reiðaríinum. Jens Andrias Vinther sigur, at Løgmansskrivstovan hevur ikki spurt Realin, sum hevur veð í Anitu. Missir Anita síni loyvi, kann Realurin missa milliónir. Spurningurin er tí, um fíggjarvinnan sum heild ikki eisini eigur at verða hoyrd. Harafturat hevur Løgmansskrivstovan longu tikið avgerðina sambært tí sum løgmaður hevur sagt í Degi og Viku. Tí broyta viðmerkingarnar hjá reiðaríinum einki. Og bæði løgmaður og øll Løgmansskrivstovan eru ógegnig at taka avgerðina og eiga at vísa málsviðgerðina til annan myndugleika, sigur Jens Andrias Vinther. Hann sigur eisini, at heimild er ikki í lógini um vinnuligan fiskiskap at taka veiðiloyvið frá Anitu. Einki lógarbrot er staðfest í rættinum. Jens Andrias Vinther sigur, at skiparin á Anitu fekk 1.000 krónur í bót tann 14.august fyri ikki at halda reglurnar um mynstring tann 14.september í 2012. Tá var reiðaríið eitt annað enn nú. Hetta er einasta lógarbrot, sum Anita er sett í samband við, sigur Jens Andrias Vinther, advokatur, eisini í drúgva hoyringarskrivi sínum. Jens Andrias Vinther sigur, at einasta orsøk til, at hann ikki kærdi stuttu hoyringarfreistina til Løgtingsins umboðsmann, er, at hann haðani fekk at vita, at stovnurin ikki hevði havt stundir at viðgjørt slíka kæru, áðrenn hoyringarfreistin var farin og tí var nyttuleyst at kæra. Anita hevur føroyskt veiðiloyvi og eittans fiskiloyvi. Skipið hevur loyvi at fiska svartkalva og havtasku við gørnum á føroysku landleiðunum. Reyðgrøna andstøðan, Javnaðarflokkurin, Vinstriflokkurin og Umhvørvisflokkurin hava hevur ligið greitt á odda í meiningakanningunum alt summar, men nú valið nærkast, er vent í holuni. Seinasta meningakanningin vísir, at nú eru minni enn fimm prosentstig á muni ímillum andstøðuna og samgonguflokkarnar. Ikki síðani í 2012 hevur munurin verið so lítil. Fyri einari viku síðani var munurin 10 prosentstig. Valeygleiðarar siga seg nú vera í iva um, um tað fer at bera til hjá J avnaðarflokkinum at vinna valið. Og samstundir hevur flokkurin hjá Fred rik R einfeld, forsætisráðharra, Moderatarna, fingið vónina aftur um at vinna valið. Um vikuskiftið var orðaskifti í svenska sjónvarpinum ímillum Fredrik Reinfeld og formannin í Javnaðarflokkinum, Stefan Løfven. Eygleiðarar mettu teir at standa seg eins væl, við einum lítlum fyrimuni til Løfven. Sambært seinastu kanningini fáa andstøðuflokkarnir 46,3 prosent av atkvøðunum og samgonguflokkarnir 41,3 prosent. Fýra flokkar mynda svensku stjórnina. SEV hevur fyribils steðgað útbyggingini av elverkinum í Vági, tí gamalt dynamitt er funnið í økinum. Dynamittið kom til sjóndar tá grivið varð út fyri at byggja upp í verandi elverk. Endamálið við útbyggingini er at økja motororkuna á Vágsverkinum. Dynamittið hevur ligið undir jørð eystan fyri Vágsverkið síðani 1981, tá SEV bygdi verandi verk. Av trygdarávum er útbyggingararbeiðið steðgað fyrbils, meðan kannað verður, hvussu nógv ósprongt dynamitt liggur fjalt í helluni, og hvussu útbyggingin av Vágsverkinum kann halda fram undir tryggum umstøðum. Í løtuni verður hellan reinsað og spulað við vatni, so yvirlit fæst yvir, hvussu umfatandi økið við ósprongdum dynamitti er. Síðani verður økið kannað nærri, áðrenn avgerð verður tikin um, hvussu farast skal fram. Tað er niðurstøðan hjá hollendska Dutch Safety Board, ið er komin við einari fyribils frágreiðing, um hví flogfarið, har 298 fólk lótu lív, datt niður. Av hesum vóru 198 fólk hollendarar. Formaðurin í Dutch Safety Board, Tjibbe Joustra, segði soleiðis fyrrapartin. Kanningarnar staðfesta, út frá svørtu kassunum, har alt samskiftið verður skrásett, at alt tykist normalt við flogfarinum, til sambandið brádliga varð kvett. Mett út frá vrakpettunum og øðrum, verður staðfest, at ein lutur ella eitthvørt, sum hevði nógva ferð, ið er komið uttanífrá inn gjøgnum flogfarið, og hevur elvt til vannlukkuna, er niðurstøðan í fyribils frágreiðingin. Málið verður kannað víðari, og ætlandi kemur ein endalig frágreiðing komandi summar. Flogarið var ávegis úr Amsterdam til Kuala Lumpur, tá tað datt niður har eysturi í Ukraina, har tað er rættuliga ófriðarligt. Piddi hevur verið saknaður síðan 4. november í 2011, og hann varð 42 ára gamal, tá hann varð eftirlýstur. Beinagrindin varð funnin 150 metrar úr landi og á 22 metra dýpi. Lógaruppskotið um at fíggja eldraøkið er ein fyrimunur fyri tær kommunur, sum hava verið ringast fyri, tí nú fáa tær skattin frá útisiglarum, sjómannafrádrátt og uttanlandsfrádrátt. Tað vakti ans, tá tað frættist, at Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, fríggjadagin var á veg til Russlands at tryggja okkum útflutningsrættindi, eftir at Russland setti innflutningsbann á vørur úr ES, Noregi og USA fyri góðum mánaði síðani. Støðan millum Russland og vesturheimin hevur ikki verið so spent síðani kalda kríggið, í kjalarvørrinum av kreppuni í Ukraina. Og samstundis sum løgmaður var í Moskva, var Nato toppfundur í Wales. Í sjónvarpsstovuni vera Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, og Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin. Liljan Weihe er vertur. Ein maður er dømdur fyri at hava dripið Dánjal Petur Hansen, og málið verður ikki tikið uppaftur, men nakrir leysar endar eru framvegis, millum annað hvar líkið av Pidda varð tveitt, sigur Jón Klein Olsen, kanningarleiðari. Seks stuðulsfólk hjá Sea Shepherd vórðu handtikin, tí tey løgdu seg út í grindadrápið heima á Sandi leygardagin 30. august, og Føroya rættur dømdi tey at gjalda 1.000 krónur í bót hvør. Sea Shepherd boðaði beinanvegin frá, at dømdu fólkini fóru ikki at rinda bótina. Og Jógvan Páll Lassen, sakførari hjá Sea Shepherd fólkunum, sigur, at tey ikki ætla at kæra dómin fyri Eystara Landsrætt. Tað kunnu tey annars søkja um. Og nú eru fýra av teimum dømdu farin av landinum. Jógvan Páll Lassen sigur, at Sea Shepherd fólkini komu til Føroya fyri at royna at steðga grindadrápi, og at tey við dóminum hava fingið júst tað, tey komu eftir. Løgreglan arbeiðir við at fáa dømdu Sea Shepherd fólkini víst burtur úr Føroyum. Og tað verður gjørt, hóast fýra teirra eru farin av landinum. Fremja tey bæði dømdu Sea Shepherd fólkini, sum enn eru í Føroyum, somu ella líknandi lógarbrot aftur, verður revsingin harðari, enn hon var fyrru ferð. Ein arbeiðsbólkur við umboðum úr autismufelagnum, kommunufelagnum, psykiatriska deplinum, sernámi og almannaverkinum legði í gjár fram tilmæli um autismu. Avleiðingin av arbeiðinum skal helst verða, at børn við autismu og familjur teirra skulu fáa eina betri og, ikki minst, einfaldari viðferð í almennu skipanini. Ári Mohr Jónsson, sum hevði trupulleikar at fóta sær tá hann bleiv innskiftur fyri A landsliðið sunnudagin skoraði sigursmálið fyri U 21 landsliðið á Svangaskarði. Einsamalla málið kom efir 31 minuttir, tá Ári Mohr Jónsson varð spældur fríur av Heðini Hansen í vinstru síðu. Hann rak nakrar metrar við bóltinum, og setti síðani bóltin í málið. Montenegro royndi at fáa eitt útjavnandi mál, og tað gav føroyska liðnum stórar møguleikar at økja um leiðsluna. Men teir tóku ikki av, og tað gjørdi at dysturin áhaldadi var spennandi. Monenegro skuldi í minsta lagi hava ein javnleik fyri a spæla seg víðari. Rumenia spældi somu tíð ímóti Týsklandi, sum vann bólkin. Tann dysturin endaði heilli 8 0 til Týskland. Men hóast eitt stórt tap, so kláraði Rumenia akkurát at skava sær fleiri stig saman enn Montenegro. Rumenia og Montenegro spældu móti hvørjum øðrum í farnu viku, og tann dysin vann Rumenia 4 3 ímóti Montenegro. So ikki bert syrgdi U 21 landsliðið fyri at ikki fáa eitt søguligt vánaligt ár, men eisini at bresta dreymin hjá Montenegro um at koma víðari í kappingini um Evropeiska meistaraheitið. Tíggjunda hvørt fólk, sum búði í Føroyum 11.november í 2011, tá fólkateljingin var, vóru fødd uttanlands. Nógv tey flestu í Danmark ella Grønlandi. Í fólkateljingini varð eisini spurt, hvar foreldrini vóru fødd. 4.270 svaraðu, at mamman var fødd uttanlands, og 5.100, at pápin var føddur uttanlands. Forkunnugt er, at 209 vistu ikki, í hvørjum landi, pápi teirra var føddur, og 59 dugdu ikki at siga, hvar í heiminum mamma teirra var borin í heim. Vit hava fingið bræv av Hvítanesi. Ægir hevur skrivað okkum bræv, og bjóðar okkum at koma við, tá ið tey spæla úti. Tey eru fleiri gentir og dreingir, sum gera holur, fellur, vápn og spæla nógv stuttligt saman. Í fjør var ósemja um fiskirættindini, og tí bleiv nógvur uppsjóvarfiskur fiskaður í august. Men nú er semja, og tí verður nógvur makrelur fiskaður seinni í ár. Til 1.september fingu løntakarar í Føroyum fýra milliardir og 884 milliónir krónur í løn, tað eru 210 milliónir, svarandi til 4,5 prosent, meira enn í fjør. Eyðgunn Samuelsen fer at spyrja millum annað, hvat verður gjørt fyri at fyrireika starvsfólk til tílíkar hendingar sum millum annað ta í síðstu viku. Maðurin kom mikudagin við so álvarsligum hóttanum inni á gólvinum hjá Almannaverkinum , at hann varð handtikin. Maðurin hótti tó ikki starvsfólk á Almannaverkinum. Hóttanin var ætlað fólki, sum hann leigar frá. Eyðgunn Samuelsen fer eisini at spyrja landsstýriskvinnuna, um nøkur eftirmeting er eftir slíkar hendingar og, um nakað verður gjørt fyri at fyribyrgja endurtøkum. Á fundinum fer Fíggjarnevndin at leggja fram álit í tveimum tingmálum, sum nevndin langt síðani eru liðug at viðgera, men eingin tingfundur hevur verið síðani hálvan august. Annað málið er ein eykajáttan, sjey milliónir krónur, til serviðgerðir uttanlands, og hitt er um, at seyður, sum verður givin sum samsýning fyri fjallgongu og røkt, eigur ikki at vera skattskyldug inntøka hjá tí, sum fær seyðin. Tørvurin at hyggja longri fram í búskaparpolitikkinum er vaksandi, hóast vøkstur er í fleiri pørtum av búskapinum seinasta hálva árið. Seinasta fólkatals framskrivingin hjá Hagstovuni bendir á stórar broytingar í fólkasamansetingini og í arbeiðsfjøldini. Slíkar broytingar fara at seta stórar avbjóðingar til fíggjarstýringina hjá tí almenna. Eisini í fiskivinnupolitikkinum er neyðugt at hyggja longri fram fyri at fáa mest møguligu tilfeingisrentu. Stórar demografiskar, fólkafrøðiligar, broytingar vera næstu árini. Tær fara at gera tað tyngri og tyngri hjá tí almenna at minka roknskaparhallið. Broytingarnar fara at henda líðandi. Tær fara at hava líðandi, men stórar fíggjarligar avleiðingar, sigur Búskaparráðið. Í fíggjar og búskaparpolitikkinum verður tí neyðugt at taka størri atlit at gongdini sum frá líður, ikki bara atlit at gongdini eitt til trý ár fram. Í einum uppriti um búskaparrentu og tilfeingisrentu eru útrokningar gjørdar um stødd og gongd í tilfeingisrentuni í føroysku fiskivinnuni. Úrslitið bendir á, at roknaða tilfeingisrentan er ov lág, og at ein fiskivinnunýskipan tí er neyðug. Støðutakan til handfaringina av tilfeingisrentuni er neyðug nú, sigur Búskaparráðið. Politikarar eru samdir um, at landið skal fáa okkurt fyri fiskin sum framleiðslutilfar í vinnuni. Eftir er so at taka støðu til, hvussu pengarnir skulu krevjast, og hvørji onnur atlit skulu takast við møguligari uppboðssølu, sigur Búskaparráðið. Tá Smyril fór av Krambatanga til Havnar í morgun, varð staðfest, at brek var á eini smyrjioljupumpu, og tí hevur skipið siglt við niðursettari ferð norður. Stórur áhugi er fyri at svimja í Sandagerði um morgunin. Marianna Vang Simonsen, sum er yogalærari hevur yoga saman við teimum sum svimja Hanus Samró sum hevur latið tvær skaldsøgur úr hondum lesur nógv og hesa seinastu tíðina hevur hann lisið sjey skaldsøgur. Tað er neyðugt at lesa nógv skal man sjálvur skriva, sigur Hanus Kristian Davidsen, stjóri á Føroya Tele, sigur, at netið kann verða órógvað aftur seinni í dag, men tá umleggingarnar eru lidnar, skuldi alnetið verið støðugari og havt størri orku. Náttúran og børnini fáa serligt rúm í skránni á mentannarvikuni í Sundalagnum í ár. Á setanini hóskvøldið verður stóra verkætlanin Náttúrulund við Streymin løgd fram. Hetta er størsta náttúruverkætlan í Sunda kommunu nakrantíð. Skráin sæst á heimasíðuni hjá Sunda kommunu Næsta fríggjadag verður nýggja Blákrossheimið á Nesi tikið alment í nýtslu. Jógvan Fríðriksson, biskupur, fer at víga húsið, og landsstýrismaðurin í heilsumálum, Karsten Hansen, fer at halda røðu Í tíðindaskrivi í morgun, sigur Blái Krossur, at umstøðurnar í nýggja heiminum verða munandi betri, og starvsfólkini fáa eisini betri umstøður. Tað er ein miljón krónur dýrari, enn upprunaliga ætlað, tí Blái Krossur hevur avgjørt millum annað at gera køkin betri, málaraarbeiðið varð partvíst gjørt av málara, og økið uttan um heimið er asfalterað og gjørt liðugt. Grundstykkið á Nesi í Eysturoy fekk Blái Krossur ókeypis, og felagsskapurin hevur eisini fingið aftur mvg ið av byggikostnaðinum. Annars er alt fíggjað við gávum, innsavning, lutaseðlum, sølu í Blákrosshandlunum, sjálvbodnum arbeiði og láni, og raksturin er yvir fíggjarlógina, skrivar BláiKrossur. Tað var fyri 30 árum síðani, í 1984, at Blákrossheimið varð sett á stovn, og 30 ára haldið verður hildið samstundis sum nýggja heimið letur upp, skrivar Blái Krossur. Ikki bara minkar fólkatalið í Føroyum, men tey, sum arbeiða, gerast færri og færri, og fólkapensjónistarnir verða fleiri og fleiri, sigur fólkatalsframskrivingin hjá Hagstovuni. Í Danmark til dømis verða 1,37 fólk fyri hvønn fólkapensjónist í 2040 og tað sama í 2050. Í Føroyum verða tølini ávikavist 1,04 og 0,98. Ein teirra er høvuðsvalevni hjá Svensku demokratunum á býráðsvalinum í Stokkhólmi, 30 ára gamli Christoffer Dulny, og hann hevur eisini sagt størv síni frá sær, tí tað er komið undan kavi, at hann dulnevnt hevur skrivað rasistiskar viðmerkingar á sosialu miðlunum. Floksformaðurin, Jimmie keson, hevur gjørt greitt, at flokkurin góðtekur ikki slíkar útsagnir og hann sigur seg vera vónbrotnan av valevnunum. Nógv bendir á, at Svensku demokratarnir fara at fáa tvær ferðir so nógvar atkvøður hesaferð, men eingin flokkur við samstarva við Svensku demokratarnar. Heldur ikki borgarliga stjórnin vil vita av flokkinum, hóast hann kann bjarga stjórnini meirilutan. Tað hevur fingið øði í grønlendskar politikarar, at Danski fólkaflokkurin, saman við restini av andstøðuni í fólkatinginum, krevur eitt spurnarorðaskifti um búskaparligu støðuna í Grønlandi. Framsøgumaðurin hjá Danska fólkaflokkinum í grønlendskum málum, Søren Espersen, sigur, at búskaparliga gongdin í Grønlandi er út av lagi, og tí mugu donsku politikararnir gera vart við seg. Søren Espersen vísir á, at undirskotið á grønlendsku fíggjarlógini verður einar 700 milliónir krónur næstu árini, samstundis sum arbeiðsloysið veksur skjótt, og grønlendingar í hópatali flyta av landinum. Danski fólkaflokkurin vil hava at vita frá Helle Thorning Schmidt, forsætisráðharra, hvat hon vil gera við Grønland og vánaligu gongdina har. Søren Espersen finst eisini at grønlendsku landsstýrisforkvinnuni, Alequ Hammond, og skuldsetir hana og grønlendska landsstýrið fyri ikki at megna at gera nakað við vánaligu støðuna. Aleqa Hammond hevur ikki megnað at greitt frá, hvussu álvarslig støðan er í Grønlandi,og heldur ikki, hvussu landsstýrið ætlar at loysa álvarsligu støðuna í landinum, sigur Søren Espersen. Seinnapartin eydnaðist pørtunum endaliga at semjast um sáttmálatekstin í nyggja fríhandilssáttmálanum millum Føroyar og Turkaland. Gunnar Holm Jacobsen, deildarstjóri fyri Uttanríkistænastuna, hevur staðið á odda fyri føroysku sendinevndini, og hann heldur, at talan er um eitt stórt frambrot, nú fríhandilssátmálin er komin undir land. Politisk semja er um taka fleiri pengar í landskassan frá fiskivinnuni. Men hvussu tað skal gerast, noyðast politikararnir eisini at avgera. Vit hava fingið bræv frá 9 ára gomlu Magdu. Hon hevur boðið okkum til Kunoyar at heilsa uppá undirlátarnar Marthu og Hanus. Eisini greiðir hon frá tí at súkkla. Herferðin hjá Sea Shepherd móti Føroyum í summar kann tykjast ógvuslig, men hon stendur als ikki mát við ágangin, vit áður hava upplivað. Løgmaður og umsiting hansara svara nú øllum atfinningunum um, at almennu Føroyar einki gera fyri at svara aftur áganginum hjá Sea Shepherd. Heldur enn glaðbeint at skifta kós, tí onkur fyrrverandi amerikanskur sjónleikari sigur sína hugsan í onkrum fjølmiðli, er neyðugt at hyggja at heildini og gongdini í málinum í fleiri ár, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður. Hetta verður millum annað gjørt við teldupostum, beinleiðis samskifti við útlendskar miðlar, og við at vísa til heimasíðuna whaling.fo. Og løgmaður leggur afturat, at í fyrstu atløgu verða ikki fleiri pengar settir av til at kunna um grindadráp. Men neyðugt verður tó at eftirmeta seinastu tríggjar mánaðirnar. Fíggjarnevndin hjá løgtinginum er samd um at mæla tinginum til at samtykkja uppskotið um sjey milliónir krónur í eykajáttan til serviðgerðir uttanlands. Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur greitt Fíggjarnevndini frá, at arbeitt verður við ávísum umleggingum av játtanini til serviðgerðir uttanlands í fíggjarlógini fyri 2015. Orsøkin til trupulleikan er serliga, at miðalkostnaðurin fyri serviðgerðir í fjør var nógv hægri enn væntað, tá fíggjarlógin fyri 2014 varð gjørd. Harafturat gjørdu roknskaparumleggingar hjá Region Hovedstaden, at rokningar upp á 30 milliónir krónur fyri 2013 komu ikki fyrr enn nú í ár. Men siðvenjan er ikki at telja slíkan seyð við í skattskyldugu inntøkuna ella krevja skatt av honum. Og nú vinnur siðvenjan á skattalógini. Fíggjarnevndin hevur fingið staðfest frá TAKS, at eingir trupulleikar vera viðvíkjandi meirvirðisgjaldi av seyði, sum verður latin sum samsýning fyri fjallgongu og røkt. Tað verður 64 ára gamli Karmenu Vella av Malta, sum tekur við starvinum hjá Mariu Damanaki sum kommisserur í fiskivinnumálum í ES. Karmenu Vella skal hava ábyrgdina av fiskiskapi, havbúnaðarmálum og eisini av umhvørvismálum. Vella Karmenu er sosialdemokratur, og hevur drúgvar royndir í politikki. Jean Claude Junker hevur framt nakrar broytingar innan ábyrgdarøkini, millum annað innan fiskiskap, og havbúnaðarmál hava nú fingið umhvørvismál aftrat sær. Avgerðin um at leggja saman fiskiskap, umhvørvi og havbúnað, gevur dupultan logikk, tá tað snýr seg um blátt og grønt, sum endurspegla vøkstur og umhvørvi. Hesi skulu vónandi hava týðandi leiklut í at skapa arbeiðspláss, varðveita tilfeingið, skapa vøkstur og økja um áhugan at gera fleiri íløgur, sigur Jean Claude Junker við ES tíðindaportalin. Hetta er aðru fer í søgu ES, at maltesiskur kommisseur hevur ábyrgd av fiskiskapi. Seinast tað hendi, var frá 2004 til 2010, tá Joe Borg var ES kommisserur í fiskivinnumálum. Uppskotið hjá landsstýrinum hvussu kommunurnar skulu fíggja eldraøkið er ov óruddiligt og fer ikki at tryggja nóg stórar inntøkur at syrgja fyri eldru borgarunum. Tað heldur Kristina Háfoss, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, sum mælir til at útseta útleggingina av eldraøkinum. Fíggjarleisturin er tann, sum kommunurnar hava ynskt, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum. Hann heldur fast um, at inntøkurnar hjá kommununum ikki fara at minka heldur tvørturímóti. Hoyr Kristinu Háfoss og Jørgen Niclasen kjakast í Radaranum. Í Svøríki fær illa líddi flokkurin, Svøríkisdemokratarnir, eitt sera gott val sunnudagin. Veljarakanningarnar spáa, at flokkurin fer at fáa 10 12 av atkvøðunum á ríkisdagsvalinum, tað vil siga tvífalt so nógv sum seinasta val. Men kortini sleppur flokkurin neyvan í samgongu, tí hinir flokkarnir vilja ikki vita av innflytarapolitikkinum hjá honum. Jóan Pauli Dahl Jakobsen greinar svenska valið. Ferðaseðlaskipanin hjá Strandferðsluni riggar ikki nóg væl, og tí eru ferðaseðlaprísirnir ikki lækkaðir á øllum sjóvegis leiðunum hjá Strandferðsluni enn. Tað kom fram í tinginum í gjár, tá Johan Dahl, landsstýrismaður, svaraði munnligum fyrispurningi frá Sirið Steenberg, tingkvinnu fyri Tjóðveldi. Tingið hevur sett 1,5 millión av á fíggjarlógini í ár til at lækka ferðaseðlaprísin á sjóvegis farleiðunum hjá Strandferðsluni, men higartil eru bara 200.000 krónur brúktar. Prísurin er lækkaður á leiðini um Nólsoyarfjørð og Skopunarfjørð Amerikanski forsetin, Barack Obama, lovaði í sjónvarpsrøðu til amerikanska fólkið í nátt, at hann fer at týna felagsskapin Islamskur Statur, stytt IS. Men ongar amerikanskar stríðsdeildir verða sendar í økið, hinvegin skal USA hjálpa lokalum deildum, sum stríðast móti IS, í luftálopum, hernaðarligari venjing og fíggjarliga. Í fyrsta lagi halda amerikonsku luftálopini í Irak fram, men hesi álop kunnu verða víðkað til eisini at fevna um grannalandið Sýria. Eg himprist ikki við at leypa á IS í Sýrialandi og í Irak. Tað er eitt kjarnumál fyri meg sum forseti At hóttir tú USA, kanst tú ongantíð finna trygga havn, segði Obama í røðuni. Obama hevur verið undir trýsti serliga hava republikanskir politikarar kravt, at USA er hvassari í stríðnum at steðga menningini av IS, og eisini hava floksfelagar hjá Obama, øvugt, stúrt fyri at tveita landið út aftur í nýtt kríggj, sum ongan endadato hevur. Hóast vit enn ikki hava avdúkað ítøkiligar ætlanir um yvirgangsatsóknir móti USA, hava IS leiðarar hótt USA og okkara sameindu. Fregnartænastan hjá okkum heldur, at túsudtals útlendingar, millum annað evropearar og nakrir amerikanarar, eru farnir í part við IS í Sýria og Irak. Hesir servandu krígsmenn kunnu venda aftur til heimlandið, og fremja deyðiligar yvirgangsatsóknir har, segði Obama. Meiningakanningar í USA hava víst, at um 70 prosent av amerikanarum taka undir við, at USA fremur luftálop í Irak, og nakað minni stuðla loftálopum á IS í Sýrialandi. Á Dagstovninum á Velbastað hava tey úr at gera beint tí tey eru farin undir at savna endurnýtslutilfar frá ymiskum virkjum, sum tey so fara at gera ymiskt burturúr og alt skal so enda sum ein stór framsýning í Havn Í sambandi við, at Runavíkar kommuna miðar eftir at hava ein so veruligan bíðilista til grundøki sum gjørligt, hevur býráðið samtykt at broyta reglugerðina fyri grundstykkjalistan hjá kommununi. Umsøkjarar skulu nú gjalda 3.000 krónurí depositum fyri at koma á bíðilistan. Upphæddin verður síðani drigin frá prísinum, tá umsøkjarin fær boðið grundstykki. Fyri fyrstu ferð í søguni er ein barnapsykiatari settur í starv á landssjúkrahúsinum. Í sendingini í morgun greiddi hon fá sínum arbeiðsøki og hvørjar sálarligar trupulleikar børn hava at dragast við og hvørja hjálp tey kunnu fáa Tvær nýggjar iPhone, við seriunummarinum 6, koma nú á marknaðin. Eisini hevur Apple gjørt eitt ur, Apple watch, við sera nógvum hentleikum. Hetta urið kemur á marknaðin fyrst í 2015. Høgni Sloan Justesen er í útvarpsstovuni og tosar um nýggju vørurnar frá Apple. Aðalstjórin í Heilsumálaráðnum váttar, at ein kommulækni er suspenderaður. Í einum telduposti til Kringvarpið, skrivar aðalstjórin í Heilsumálaráðnum, Turið Arge, at Heilsumálaráðið er umvegis løgregluna í august í ár kunnað um eitt mál viðvíkjandi einum kommunulækna. Heilsumálaráðið avgjørdi beinanvegin í august í ár at suspendera kommunulæknan so leingi málið koyrir. Tað var í juli mánað, at løgreglan avhoyrdi ein kommunulækna í Føroyum og skuldsetti hann fyri at hava framt kynsligan ágang móti fimm kvinnum, sum hava verið til læknaviðtalu hjá honum. Kommunulæknin, skal millum annað í sambandi við undirlívskanningar, hava framt kynsligan ágang. Kvinnurnar eru millum 20 og 30 ár. Løgreglan hevur kannað mannagongdirnar í sambandi við undirlívskanningar, fyri at vita, hvat ein lækni ger í tí sambandinum, og løgreglan metur, at maðurin hevur framt kynsligan ágang tá og í øðrum sambandi, og tí er hann skuldsettur. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum heldur ikki, at tað er í lagi, at stjórarnir í BankNordik hava fingið forkeypsrætt til partabrøv sum part av lønini. Landið er størsti partaeigari í BankNordik. Men Fíggingargrunnurin varðar av triðinginum, sum landið eigur, ikki landsstýrismaðurin. Evsta mark at senda okkum 650 orð er týsdagin 16. september á middegi. Rakel Helmsdal velur sín yndirtekst í morgunsendingini hósdagin 18. Send til gmf kvf.fo . Góðan skrivihug Freistin at søkja stjórastarvið var úti 11. august, og tá miðaði felagið ímóti at hava sett stjóran síðst í august mánaði. Men feriutíð hevur gjørt, at tað ikki hevur borið til at fáa allar umsøkjararnar til samrøðu enn. Bergur Poulsen, nevndarformaður í tunnilsfelagnum, sigur, at setanarnevndin fer at brúka ta tíð, tað krevur, at finna rætta stjóran til starvið at reka undirsjóvartunlarnar millum Streymoynna og Eysturoynna og millum Streymoynna og Sandoynna. Higartil hava seks umsøkjarar verið til samrøðu, og ætlanin er at hava nakrar setanarsamrøður aftrat, sigur Bergur Poulsen, nevndarformaður í felagnum. Sum leiðari í Heilsuhúsinum fer Meta av Fløtum at hava yvirskipaðu leiðsluna og ábyrgdina um hendur fyri alla Heilsu og umsorganartænastuna, tað er fakliga, fíggjarliga, starvsfólkaliga og fyrisitingarliga. Meta av Fløtum er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur, og hevur leiðsluútbúgving. Hon hevur drúgvar royndir sum leiðari innan eldraøkið, og hevur verið leiðari á Lágargarði seinastu sjey árini. Frammanundan var hon varaleiðari fyri Suðurstreymoyarøkið í fýra ár, og síðan økisleiðari í eitt ár. Nú verður farið undir nýggja skriviavbjóðing. Hesa ferð skal skrivingin taka støði í mynd, sum sæst á kvf.fo gmf og á facebooksíðuni hjá Góðan morgun Føroyar 15 valstøð í Føroyum hava færri enn hálvthundrað veljarar. Bara sjey hava fleiri enn 1000 veljarar. Lógirnar um løgtingsval og kommunuval skulu dagførast. Serliga hjá línubátum, millum 15 og 40 tons, vóru nógvir dagar eftir sambært yvirlitinum hjá Vørn. Næstan 70 prosent av døgunum vóru eftir. Av trygdarávum er útbyggingararbeiðið av el verkinum í Vági steðgað fyrbils, meðan kannað verður, hvussu nógv ósprongt dynamitt liggur fjalt í helluni, og hvussu útbyggingin av Vágsverkinum kann halda fram undir tryggum umstøðum. Eisini er økið avbyrgt og vaktarhald er, so ongin kemur sær inn á økið. SEV kannar økið í samstarvi við Landsbyggifelagið og spreingiserfrøðing í Noregi. Hellan reinsað og spulað við vatni fyri at fáa yvirlit yvir, hvussu umfatandi økið við ósprongdum dynamitti er. Men enn eru kanningarnar ikki komnar so langt, at til ber at siga, hvussu nógv dynamitt liggur á økinum, og hvussu nú skal farast fram, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV. Hann sigur, at tað kann taka dagar ella møguliga vikur at kanna økið. Dynamittið hevur ligið undir jørð eystan fyri Vágsverkið síðani 1981, tá SEV bygdi verandi verk. Tað kom til sjóndar, tá grivið varð út fyri at byggja upp í verandi elverk. Hákun Djurhuus veit enn ikki at siga, hvør hevur ábygrdina av dynamittinum, men tað er ein spurningur sum SEV má fáa greiði á, um tað vísir seg, at tað verður kostnaðarmikið at taka dynamittið burtur. SEV hevur sáttmála við ein arbeiðstakara um arbeiðið at útbyggja Vágsverkið, og tí kann gerast dýrt, um byggingin verður nógv seinkað. Men stjórin væntar og vónar, at útbyggingin kann halda fram skjótt. Endamálið við útbyggingini er at økja motororkuna á Vágsverkinum. Tað er serliga nýggja uppsjóvarvirkið hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri, sum hevur økt um tørvin á el orku í Suðuroynni, sigur Hákun Djurhuus. Vit seta ein motor upp aftrat, so nóg mikið av el orku altíð er tøk. Tamarhald er á støðuni, men missa vit ein motor, kann verða trupult at nøkta tørvin, sigur Hákun Djurhuus. Sambært Búnaðarstovuni eru bara trý fjós, sum lúka framtíðarkrøvini um djóravælferð. Ikki er óhugsandi, at um stutta tíð vera nógv færri fjós, og tey flestu, ella øll, vera robottfjós. Sambært Búnaðarstovuni eru stívliga 60 prosent av fjósunum í Føroyum eldri enn 30 ár, og bara sjey eru yngri enn tíggju ár. Grannskoðanarvirkið NUMO hevur aftur greinað almennu roknskapirnar fyri árini 2009 til 2013 hjá bóndum, sum lata Mjólkarvirki Búnaðarmanna mjólk. Niðurstøðan er, at í miðal eru ársúrslitini positiv øll árini uttan í 2009. Men inntøkurnar eru lítlar, og lítið er at taka av hjá nógvum bóndum. Ein onnur niðurstøða er, at flestu fjósini eru ikki før fyri at lata eina rímiliga løn. Og ábendingar eru um, at 2014 fer at roynast verri enn 2013, sigur NUMO. Inntøkurnar vuksu nakað í fjør, tí bøndur fingu stuðul at hoyggja fyri. Teir fingu tvey gjøld í fjør, men fáa bara eitt í ár og trý tey næsta árini. Stuðulin endar í 2017. Útlit eru ikki fyri, at fóður og handilstøð gerast dýrari í næstu framtíð. Í 2009 vóru 31 bøndur við í kanningini, men bara 26 í fjør, tí nakrir eru givnir. NUMO væntar, at fleiri fara at gevast so við ov við, tí úrslitini eru so vánalig. Meira var at fáa av toski á Føroya banka í vár enn undanfarin vár. Spurningurin var so, um toskurin var í ferð við at koma fyri seg aftur. Niðurstøðan er, at framvegis er lítið at fáa av toski á Føroya banka. Lítið var eisini at fáa av hýsu, tó var nakað av smáari hýsu, og av upsa var sera lítið. Grein 19 nevndin hjá løgtinginum, sum kannar Eik Grunnin og eftirlitið við grunninum, hevur nú orðað ein meira nágreiniligan arbeiðssetning enn tann, sum stóð í uppskotinum til samtyktar, ið løgtingið samtykti 28.mai. Á fundi í dag avgjørdi nevndin, at kanningin í høvuðsheitum eigur at lýsa lógargrundarlagið undir eftirlitinum við føroyskum vinnurekandi grunnum frá 2002 til mai í ár og lýsa eftirlitið við Eik grunninum í hesum tíðarskeiði. Grein 19 nevndin skal eisini lýsa viðtøkurnar og lógargrundarlagið hjá Eik grunninum frá 2002, til hann gavst í 2010. Og staðfesta, um samsvar var millum viðtøkur, lógargrundarlag og virksemið hjá Eik grunninum. Í dag varð nýggj nevnd vald, og Anfinn Olsen er valdur til formann. Han sigur, at stóru avbjóðingarnar hjá Føroya Reiðarafelag eru samráðingarnar við manningarfeløgini og spurningurin um, hvat hendir 1. januar í 2018. Átta limir eru í nevndini í Føroya Reiðarafelag Anfinn Olsen, sum umboðar partrolarar er formaður, Hanus Hansen, sum umboðar flakatrolarar, er næstformaður. Hinir eru Tummas Henriksen, umboðandi lemmatrolarar, Hálvdan Gudmundsen, umboðandi línuskip, Gunnbjørn Joensen, umboðandi garnaskip, Johan Joensen, umboðandi rækjuskip, Dánjal Johansen, umboðandi ídnaðarskip og Jógvan Jespersen, umboðandi nótaskip. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur gjørt av at broyta skipanina í fiskiskapinum eftir makreli soleiðis, at onnur fiskifør sleppa at fiska av teimum felagskvotum, sum eru settar av til línuskip, útróðrarbátar og garnaskip. Hann hevur somuleiðis gjørt av, at tann parturin av makrelkvotuni, sum ætlanin varð at nýta til umbýti í samráðingum um fiskirættindi við onnur lond, verður í staðin latin føroyskum fiskiførum at fiska sum felagskvota. Ætlanin var at gera avtalu við íslendsku myndugleikarnar um, at línuskipini skuldu fáa størri kvotu av botnfiski undir Íslandi í býti við makrel í føroyskum sjógvi, men tær samráðingarnar bóru ikki á mál. Í makrelkunngerðini hevur landsstýrismaðurin heimild at loyva øðrum fiskiførum at fiska av felagskvotum, sum líkindi eru fyri ikki verða fullnýttar. Broytingarnar vera galdandi frá sunnudegnum 21. september, tað er um eina góða viku. Vár B. Jacobsen og Niels Uni Dam ummæla leikin Orsaka , sum verður spældur fyri fullum húsum á Tjóðpalli Føroya í hesum døgum, eins og Beinta Clothier og Gunnvá Zachariasen spæla brot úr leikinum. Kristin og Ingvard Hansen kunnu nú jarða soninum, Dánjal Petur Hansen, Pidda, ið varð dripin í heimi sínum á Gerðinsvegi í Runavík 4. november í 2011. Beinagrindina av Pidda varð funnin út fyri Ljósa fyri tveimum vikum síðan av einum frítíðarkavara, 100 metrar frá landi og á 22 metra dýpi. Tað er ein stórur uggi fyri familjuna loksins at fáa vissu um, hvat varð av Pidda, eftir at hann varð dripin og síðan burturbeindur fyri trimum árum síðan. Vit hava fingið bræv frá Gunnvá. Hon býr í Havn og gongur í Heimara skúla, sum er partur av Venjingarskúlanum í Havn. Henni dámar væl at lesa, og hon lesur upp fyri okkum, og greiðir frá, hvussu hon hevur tað, tá ið hon lesur, og hvørjar bøkur henni dámar allarbest at lesa. Tað heldur danski professarin, Jens Vedsted Hansen á lærda háskúlanum í rhus. Hann er eisini limur í PET kommissjónini. PET er fregnartænastan hjá danska politinum. Sambært PET kommissjónini frá 2009 er tað bara hent tríggjar ferðir, síðani danska grundlógin kom í 1849, at felagsskapir eru tvingaðir til at gevast. Seinastu ferð var undir krígnum, tá Kommunistaflokkurin varð noyddur at gevast í 1941. Í Weekendavisen í dag hevur Heini í Skorini grein um virksemið hjá Sea Shepherd í Føroyum, og um ætlanir hjá føroyskum politikarum at banna felagsskapinum at virka her. Jens Vedsted Hansen sigur, at sambært grundlógini skulu felagsskapir, sum brúka harðskap ella royna at røkka endamáli sínum við harðskapi takast av við dómi. Hann vísir á, at í Danmark hava politikarar uttan úrslit roynt at forbjóða felagsskapum, eitt nú rokkarum og islamistiska Hizb ut Tahrir. Tað sigur Elmar Højgaard, stjóri í Vørn, eftir at ein nevndarlimur í Fiskimannafelagnum, Axel Hansen, leggur Vørn undir ikki at røkja sína eftirlitsskyldu, tí sambært honum er manningarlistin hjá Anitu ikki í lagi. Elmar Højgaard sigur, at manningarlistin, sum skiparin á Anitu sendi Fiskiveiðieftirlitinum 15.august vísir, at skipið er mynstrað í samsvari við krøvini í manningarskjalinum fyri Anitu. Elmar Højgaard sigur, at Fiskiveiðieftirlitið kannar ikki upplýsingarnar í hvørjum einasta skipsmanningarlista, áðrenn skipini loysa. Tríggir kommunulæknar vera í nýggja Skálafjarðar læknadømi. Tvey størv verða sett 1.januar næsta ár. 5.800 fólk eru í læknadøminum. Frá ársbyrjan 2015 verða heilsutænasturnar miðsavnaðar í Heilsumiðstøðini í Runavík. Tó verður viðtala á Strondum tveir dagar um vikuna. 12.mai í ár undirskrivaðu borgarstjórarnir í Runavíkar kommunu, Nes kommunu og Sjóvar kommunu og landsstýrismaðurin í heilsumálum samstarvsavtalu um at skipa kommunurnar í eitt heilsuøki við einum heilsudepli. Karsten Hansen, landsstýrismaður, fegnast. Júst hetta at skipa Føroyar í stór og sterk heilsuøki við heilsudeplum er sjálvur bulurin í heilsunýskipanini, sigur Karsten Hansen. Veðurkonan, Vibeke Thynes, sigur við NRK, at lukturin mest sannlíkt stavar frá eldgosinum í Íslandi, men at svávul dioxid ið er ikki konsentrerað, og tí er eingin heilsuvandi. Sambært Bjørn Sævar Einarsson á íslendsku veðurstovuni, vísa myndir frá fylgisveini týðiligt, at ein gass rípa ferðast móti Noregi. Stórar nøgdir av svávul dioxidi hava eisini verið skrásettar á eysturlandinum í Íslandi farnu dagarnar. Har hava fólk kært sína neyð, tí tey hava havt ilt í hálsinum, sviða í eygunum og høvuðpínu. Konsentratiónin av svávul dioxidi skal verða oman fyri 350 mikrogramm í ein heilan tíma, fyri at fara um markið fyri, hvat heilsumyndugleikarnir siga, er gott fyri heilsuna. Sigur tú súkkla, sigur tú ikki eisini sjógvur í sama viðfangi. Tað var í øllum førum ikki gamalt, at súkklur og sjógvur ganga hond í hond. Nú hava nakrir føroyskir fimleikarar, ið áður hava lopið á sjógv úr høgum gjáum í Føroyum og á ólavsøku, eisini roynt seg við at leypa á sjógv á súkklu. Teir súkkla skjótt á ein heimagjørdan skráa, og bólta síðan rút áðrenn teir sjálvir og súkklurnar fara á bláman. Upptøkurnar vórðu gjørdar í Kaldbak. Niels Chr. Hvidt, professari, hevur verið við at gjørt stóra vísindaliga kanning í Danmark, sum bendir á, at fólk sum siga seg trúgva, hava færri sjúkradagar og liva longri. Ásbjørn Jacobsen, skrivari í Føroya Bíblufelagi, skipar fyri átaki at lesa Nýggja Testamenti uppá 100 dagar. Nærum 400 fólk hava tikið av. Politiið í Føroyum hevur biðið danska Útlendingastýrið um at vísa seks fólkum, sum komu til Føroya fyri Sea Shepherd, av landinum og geva teimum forboð fyri at koma higar aftur. Útlendingastýrið avger, um Sea Shepherd stuðlarnir skulu vísast av landinum og fáa innferðarforboð, og hvussu leingi, eitt slikt forboð varar. Hann sigur, at í gjár vóru 98 Sea Shepherd fólk í Føroyum. Men nøkur fóru av landinum í gjárkvøldið, so hann metir, at nú eru 70 80 eftir her. Tey, sum ikki eru úr Norðurlondum, noyðast at fara, tá tey hava verið her í tríggjar mánaðir, tí so leingi kunnu útlendingar vera í Føroyum sum ferðafólk. Politiið avger ikki fyrr enn dómur er fallin, um tað eisini fer at biðja Útlendingastýrið um at vísa teimum átta av landinum og geva teimum innferðarforboð. Minnist tú hvørja kókibók mamma ella omma tín brúkti Hendan spurningin blakaði Jóan Pauli Joensen út á Facebook í seinastu viku. Jóan Pauli var í útvarpsstovuni í morgun har hann greiddi frá um danskar kókibøkur í føroyskum heimum og um bók sína um okkara matmentan Til landsinnsavningina leygardagin 13. september hevur Reyði Krossur tørv á umleið 130 innsavnarum í Havn. Hóast fleiri fólk á hvørjum ári hjálpa Reyða Krossi at savna inn, so er eisini hvørja ferð tørvur á enn fleiri innsavnarum í Havn. Ruturnar at ganga taka millum tveir til tríggjar tímar. Hevur tú hug at hjálpa, so stendur meira á heimasíðuni hjá Reyða Krossi Føroyar LUDO er eitt psykologiskt drama um eina 11 ára gamla gentu, ið er fangað millum myrka sinnalagið hjá mammuni og hjálparloysið hjá pápanum. Filmurin fer fram eitt samdøgur hjá hesi ungu familjuni. At síggja til ein vanlig, eydnurík familja mamma, pápi og dóttir men skjótt merkist, at her býr okkurt óunniligt undir yvirflatuni. Tað var í Brússel fyrrapartin, tá Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, hitti Fernandez de la Pena. Hann er stjóri í deildini hjá ES, sum umsitur samskiftið við lond í Evropa og Miðasia, sum ikki eru í ES. Løgmaður sigur, at nú talvan er rein eftir boykott og gerðarrættir, er stundin komin at leggja til rættis samstarvið millum Føroyar og ES av nýggjum Viðvíkjandi Russlandi sigur løgmaður eisini, at ES stjórin skilti eisini, at tá ES í fjør boykottaði Føroyar, noyddust Føroyar at finna nýggja marknaðir, millum annað Russland. Norðurlendski Íløgubankin, NIB, og BankNordik fara at samstarva um at veita lán fyri 300 milliónir krónurtil smá og miðalstór virki og umhvørvisverkætlanir í Føroyum, Grønlandi og Danmark. Samstarvsavtalan er gjørd fyri 10 ár. BankNordik veitir lánini, sum NIB fíggjar. Verkætlanir, ið fáa fígging, skulu lúka krøvini hjá NIB um, at íløgur vera gjørdar í gransking og menning, stovnsfæ, eitt nú maskinur og amboð ella kunningar og samskiftistøkni. NIB er altjóða fíggingarstovnur, við átta limalondum sum partaeigarum Danmark, Estlandi, Finnland, Íslandi, Lettlandi, Litava, Noregi og Svøríki. Útvarpið skilir, at í løtuni verður arbeitt við tveimum ítøkiligum staðsetingum. Tjóðleikhúsið skal annaðhvørt byggjast við gamla kommunuskúlan í miðbýnum ella á Skálatrøð. Bjarni Wilhelm, formaður í bygginevndini fyri tjóðleikhúsi, sigur í stuttari viðmerking í dag, at samskifti er millum bygginevndina, Mentamálaráðið og Tórshavnar kommunu. Hann sigur, at bygginevndin bíðar eftir endaligum svari Tórshavnar kommunu. Skotar skulu eins og amerikanarar skráseta seg sum veljarar. Freistin at skráseta seg til fólkaatkvøðuna var 2. september, og nú talt er upp, bendir alt á, at áhugin er ovurstórur. Av teimum 4,4 millliónunum, sum kunnu skráseta seg sum veljarar í Skotlandi, høvdu nærum 4,3 milliónir skrásett seg fyri 2. september. Fara øll tey á val hósdagin, verður vallutttøkan oman fyri 97 prosent. 32 valdømi eru í Skotlandi, og endaliga úrslitið verður væntandi almannakunngjørt fyrrapartin fríggjadagin. Tá fæst at vita, skotar hava valt samband ella loysing. Fíggjarnevndin var samd um at mæla tinginum til at samtykkja uppskotið um sjey milliónir krónur í eykajáttan til serviðgerðir uttanlands. Játtanin kemur tá upp í 142,3 milj. krónur í ár. Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur greitt Fíggjarnevndini frá, at arbeitt verður við ávísum umleggingum av játtanini til serviðgerðir uttanlands í fíggjarlógini fyri 2015. Bárður á Steig Nielsen, formaður í Fíggjarnevndini, segði, at nevndin skilti Taks soleiðis, at skattur verður heldur ikki kravdur av slíkum samsýningum, sum spurt varð um. Men selja fólk seyð, sum tey fáa sum samsýning, skal skattur gjaldast av tí, segði formaðurin í Fíggjarnevndini. Vangamyndin í kvøld er nýinnsetti presturin í Føroya yngsta prestagjaldi, Suðurstreymoyar norðara prestagjald, Theodor E. D. Olsen. Theodor E. D. Olsen fer millum annað at fortelja okkum, hvussu tað er at vera 37 ár, liva í eini modernaðari familju og samstundis vera prestur í einum av størstu prestagjøldunum í Føroyum. FM í einkultstarti var í gjárskvøldið. Tað varð súkklað í tveimum bólkum. Annar bólkurin var ein opin bólkur, har teinurin var 40 km. Seinni bólkurin var fyri kvinnur, unglingar og motionistar har teinurin var 20 km. Allir súkklararnir byrjaðu í hósvík og komu á mál aftur í hósvík. Opni bólkurin súkklaði til Svínáir at venda, meðan kvinnur, unglingar og motionistar vendu við rundkoyringina omanfyri streymin. Súkklararnir vóru moyrir í beinunum tá teir skuldu byrja, tí kvøldið fyri høvdu súkklararnir súkklað FM í landavegssúkkling 100 kilometrar, sum er ein teinur tvær ferð runt oyggjarvegin. Gunnar Dahl Olsen, sum telist millum teir eldru súkklararnar vísti seg at vera í allar besta formi. Hann vann bæði FM í 100 kilometrar og í einkultstartinum var hann síðsti maður avstað, men fyrsti maður á mál. Nummar tvey gjørdist Jóanis Albert Nielsen, og Gudmundur Joensen gjørdist mummar trý. Elsa Berg var einasti luttakarin fyri kvinnur, men hóast at eingin kappingarneyti var hjá henni, so súkklaði hon væl. Elsa Berg tekur seg nógv fram sum súkklari, og hevur sett sær sum mál at koma á oyggjaleikalandsliðið, sum skal til Jersey næsta summar. Tað eru fleiri kvinnur, sum súkkla. Men í einkultstartinum var tað bert Elsa Berg, sum lúttók. Tað styttist til Oyggjaleikirnar á Jersey, og FM kappingarnar 2014 er umframt ein kapping um føroyska meistaraheitið, eisini ein av trimum úttøkukappingum til plássini á føroyska súkklulandsliðnum. Í apríl skal listin latast inn um hvør skal umboða oyggjaleikalandsliðið á Jersey í summar. Av tí at fleiri av súkklarunum eru útisetar, og ikki luttaka til FM kappingarnar, so kann tað henda seg at ein av teimum allar bestu súkklarunum, Torkil Weyhe ikki verður úttikin. Tí verða útisetarnir noyddir at luttaka í vár til seinastu kappingina og fáa eitt gott pláss, um teir skulu tryggja sær eitt pláss á landsliðnum til oyggjaleikirnir. Ætlanin var at broyta inntøkumarkið fyri at fáa fíggjarligt frípláss til ansing 1. august. Men av tí at kommunurnar skulu taka við eldaraøkinum á nýggjárinum, heldur Annika Olsen, landsstýriskvinna, tað vera skilabetri at bíða við at áleggja kommununum hesa uppgávuna aftrat nú. Eftir galdandi skipan verður veitt fult frípláss, tá inntøkan er lægri enn 248.000 krónur, og rætturin til frípláss lækkar í stigum, so hvørt inntøkan hækkar. Er inntøkan 293.000 krónur, fellur rætturin burtur. Almannamálaráðið og Hagstovan meta, at hetta fer at kosta kommununum 2,7 milliónir krónur Tá er ikki lagt upp fyri møguligum meirinntøkum av skatti, sum kommunurnar fáa. Annika Olsen sigur, at broytingin hevur avleiðingar fyri kommunurnar, men hon væntar eisini, at kommunurnar fáa størri inntøkur, tá tað fer at loysa seg betur at arbeiða. Uppskot um at broyta kunngerðina um fíggjarligt frípláss hevur verið til hoyringar, og ætlanin var, at hon skuldi koma í gildi 1. august. Men Kommunufelagið mælti av fíggjarligum ávum til at útseta hoyringina. Tí hevur landsstýriskvinnan avgjørt at útseta málið, so tað kann loysast í sátt og semju við kommunurnar, sum skulu bera kostnaðin av broytingini. Eg rokni við, at Føroyar vita, at ES væntar, at triðjalond ikki gera sær dælt av støðuni, orsakað av russisku tiltølunum móti ES, skrivar Martin Lidegaard í einum telduposti til danska blaðið Berlingske Tidende. Vit hava øll ábyrgd at tryggja, at nøkur ikki gera sær dælt av støðuni, tá onnur missa marknað, orsakað av tiltøkunum, og eg havi álit á, at Føroyar finna rættu javnvágina í málinum, skrivar danski uttanríkisráðharrin til Berlingske. Tað sigur seg sjálvt, at boðini til Russlands eru sterkari, tá allar demokratiskar tjóðir standa saman um atfinningarnar. Eg fari til at mæla stjórini til at halda fram við samskiftinum við Føroyar, og at stjórnin bjóðar flokkunum í Fólkatinginum til eina kunning um málið, skrivar Finn Thranum, sum er framsøgurmaður hjá Vinstra, í einum telduposti til Berlingske. Føroyar eru ikki limir í ES, so tað er í lagi. Eisini skal havast í huga, at ES í mong ár hevur noytt órímiligar kvotur niður yvir føroyingar, og at Føroyar hava verið raktar av tiltøkum úr ES. So, Føroyar skylda avgjørt ikki ES nakað, sigur, Søren Espersen, sum er framsøgufólk í Føroya málum hjá Danska Fólkaflokkinum, við Berlingske. Bókin Lat eisini meg, verður at hoyra leygarmorgnar klokkan 9.30 og sunnudagar klokkan 17.10 í útvarpinum. Bókin er í 11 pørtum. Eyð Berghamar Jacobsen lesur. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2013. Bókin Lat eisini meg er nýggj upprunaføroysk bók um happing. Ein hjartanemandi søga um at kenna seg uttanfyri Halldóra Dam hevur skrivað bókina, sum eisini er fyrsta bók úr hennara hondum. Bókin er um gentuna Drós, sum verður illa happað í flokkinum. Hvør einasti dagur er eitt satt stríð at koma ígjøgnum, tí hon veit ongantíð, hvat hon kann vænta sær. Drós gongur einsamøll við hesum, ongin veit av nøkrum uttan sjálvandi happararnir. Men so ein dagin kemur Rita at ganga í flokki saman við Drós, og tá fer knappliga okkurt at henda, tí Rita ræðist ikki, hvat onnur halda, at ein eigur at gera. Hon hevur sín egna vilja, og hon vil vera saman við Drós, tí henni dámar hana Hetta er ein bók beint úr gerandisdegnum og lýsir eitt fyibrigdi, sum nógv børn tíverri kenna aftur. Bókin er serliga væl egnað til tey 9 til 12 ára gomlu. Hon er 96 bls., og unga Bjørk Jónheðinsdóttir Tróndheim hevur gjørt permuna. Sambært kanningini, sum Dagens Nyheter hevur latið gera, og sum var kunngjørd undir seinasta floksleiðaraorðaskiftinum í svenskum sjónvarpi í gjárkvøldið, fáa reyð grønu flokkarnir 46,4 prosent av atkvøðunum og borgarliga samgongan hjá Fredrik Reinfeldt, forsætisráðharra, 39,6 prosent. Seinastu dagarnar hava veljarakanningar annars víst, at munurin millum stjórnarflokkarnar og andstøðuna er nógv minkaður, men sambært kanningini, sum varð kunngjørd í gjárkvøldið, er gongdin vend. Og er hon eftirfarandi, verður formaðurin í sosialdemokratiska flokkinum, Stefan Løfven, nýggjur forsætisráðharri í Svøríki eftir valið. Nýggi bygnaðurin í Mentamálaráðnum ørkymlar skúlafólk og onnur, tí ógreitt er, hvønn tey skulu venda sær til, og hvør hevur ábyrgdina av, at fyrispurningar verða avgreiddir. Í 2012 varð nýggjur bygnaður skipaður í Mentamálaráðnum, har arbeitt verður í toymum í staðin fyri í deildum. Farið varð frá serfrøðingavitan og greiðum ábyrgdarbýti til ein bygnað, har øll starvsfólk kunnu viðgera øll mál, er tørvur á tí, sigur Rigmor Dam. Hon vísir á, at hóast vit hava 46 fólkaskúlar við starvsfólki og leiðslum, sum vísa beinleiðis til Mentamálaráðið, er Fólkaskúladeildin niðurløgd. Har starvaðust 6 7 fólk, men nú er einki fast starvsfólk ella deild at taka sær einum av størstu løgfrøðiligu, fyrisitingarligu og námsfrøðiligu uppgávunum í landinum. At eingin hevur ábyrgdina av fólkaskúlanum, ger, at fólk kenna seg slept upp á fjall, tí fyrispurningar verða ikki avgreiddir, og fólk verða send frá Peri til Pól, sigur Rigmor Dam í viðmerkingunum til fyrispurningin til Bjørn Kalsø. Bjarni Djurholm sigur, at verandi útbúgvingarskipan og stuðulsskipan gera, at kvinnur eiga ikki børn fyrr enn eftir lokna útbúgving. Gongdin aðrastaðni vísir, at burðartalið minkar so hvørt, burðarmiðalaldurin hækkar, og tað hevur neiliga ávirkan á fólkatalið. Ein møguleiki er, at tað almenna víðkar serligu veitingina til kvinnur við børnum í lestrartíðini, men Bjarni Djurholm nevnir eisini møguleikan fyri, at kvinnur fáa lestrarløn í til dømis trý ár. Fortreytin fyri lestrarlønini skal vera, at kvinnurnar hava átt børnini, áðrenn lesturin byrjar. Byrjar lesturin, tá kvinnan er 28 30 ár, skal tað almenna veita henni ein upphædd um mánaðin fyri hvørt barnið. Henda upphædd skal vera leys av lestrarstuðlinum, sigur Bjarni Djurholm í viðmerkingunum til fyrispurningin til Bjørn Kalsø. Ósemja er í meirilutanum í Fuglafirði, og varaborgarstjórin, Magnus Midjord, sum er valdur á sama lista sum borgarstjórin, hevur tikið seg úr samgonguni. Hóast ein samgonga í einum býráð missir meirlutan, so eru borgarstjórin og varaborgarstjórin valdir fyri fýra ár, og tí er ikki neyðugt hjá teimum at leggja frá sær. Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, viðgongur, at skipið átti at verið lýst til sølu, men hann heldur, at landskassin hevur fingið væl burturúr, tí hann hevur fingið tvær ferðir so nógv fyri gamla Sildberan, sum skipið varð mett at vera vert. Ellen Degeneres hevur áður sníkt seg inn í ymiskar filmar og sjónbond sum t.d Harry Potter , Real Housewives of Beverly Hills og eitt sjónbandalag hjá Justin Bieber . Nú er hon í Anaconda hjá Niki Minaj. Eftir bert trimum vikum hevur Anaconda sjónbandalagið hjá Nicki Minaj fingið 156 milliónir klikk á Youtube, og er tað heitasta í løtuni. Í vikuni byrjaði 12. sesongin av The Ellen Degeneres Show, og í tí sambandi hevur hon gjørt eitt sjónband, har hon dansar í Anaconda Sjónbandalagnum hjá Nicki Minaj. Tað hevur fingið 8,2 milliónir klikk á youtube eftir bert tríggjar dagar. Maria Winther Olsen er komin við í kapping, sum Norðurlandaráðið hevur útskrivað. Ætlanin er at varpa ljós á umstøðurnar víðkjandi javnstøðu. Hvør filmur í kappingini skal á sín hátt viðgera evnið javnstøða uppá hægst tríggjar minuttir. Seks filmar kappast í løtuni í finaluni eftir like prinsippinum, har tann mest best dámdi filmurin verður funnin hin 16. Septembur. Filmurin snýr seg um ein drong og eina gentu, sum sita á einari dandu. Tey hava trupulleikar við at javnvega danduna. Drongurin letur seg síðani úr sínum bláa jakka og leggur sína bláu skúlatasku frá sær. Somuleiðis ger gentan, tó í ljósarreyðum. Eftir sita tvey hvítklædd børn, sum viga tað sama. Nú er eisini javnvág komin á dandufjølina, soleiðis tey kunnu spæla ordiligt saman. Tú kann atkvøða á filmin her Maria heldur, at filmslistin í Føroyum hevur tað betri enn nakrantíð áður. Hon vísir hon, at tað gongur tann rætta vegin, nú pengar eru settir av á fíggjarætlanini til filmslist. Umframt hetta verða tað alsamt meira føroyingar, ið fáa sær útbúgving innan film, sum harafturat ger, at fleiri spildurnýggjir filmar vera at síggja hvørt ár. Hóast tað er fantastiskt, at pengar eru játtaðir til filmslistina, er einki at ivast, í at hetta er ikki nokk, tí filmar eru so dýrir at framleiða. Tí krevur tað, at fleiri pengar verða settir av, fyri at karmarnar innan filmslist verða optimalir. Við tíðini og gjøgnum hart arbeiði fer tað vónandi og væntandi at ganga tann rætta vegin á tí økinum, sigur Maria. Maria heldur, at filmur og øll onnur list er týdningarmikil fyri okkara mentanararv og samtíðarmentan. Hon vísir eisini á, at um filmslistin verður nýtt á rættan hátt, kann tað saktans enda við vinnuligum ágóða. Filmurin hjá Mariu er í løtuni á odda í kappingini, og tískil hevur hon góðar vónir. Men tó ger hon sær greitt, at einki er vist, av tí tað so skjótt kann broytast í tílíkari kapping. Eg haldi sjálv, at vit hava gjørt ein ótrúliga fittan og sigandi film. Vit hava miðað eftir at gera eina frágreiðing bert gjøgnum myndir, av tí at javnstøða er alheimslig og ikki tengd at nøkrum kyni ella tjóðskapi. Hóast eg eri nøgd við okkara film, eru eisini onnur boð, sum eru væl framleidd, sigur Maria. Eftir eg havi verið í skúla hetta hálva árið, havi eg fingið nógv sjálvsálit, tí lærararnir hava róst mær nógv og trúð upp á meg. Hetta hevur uttan iva birt upp undir dreymin og ætlanina hjá mær at taka eina útbúgving innan filmsleikstjórn. Tá útbúgvingin er lokin, og tá karmarnir í Føroyum eru vorðnir betri, er ætlanin sjálvandi at gera ein føroyskan spælifilm í fullari longd, sigur Maria at enda. Maria Winther Olsen er komin við í kapping, sum Norðurlandaráðið hevur útskrivað. Ætlanin er at varpa ljós á umstøðurnar víðkjandi javnstøðu. Hvør filmur í kappingini skal á sín hátt viðgera evnið javnstøða uppá hægst tríggjar minuttir. Seks filmar kappast í løtuni í finaluni eftir like prinsippinum, har tann mest best dámdi filmurin verður funnin hin 16. Septembur. Filmurin snýr seg um ein drong og eina gentu, sum sita á einari dandu. Tey hava trupulleikar við at javnvega danduna. Drongurin letur seg síðani úr sínum bláa jakka og leggur sína bláu skúlatasku frá sær. Somuleiðis ger gentan, tó í ljósarreyðum. Eftir sita tvey hvítklædd børn, sum viga tað sama. Nú er eisini javnvág komin á dandufjølina, soleiðis tey kunnu spæla ordiligt saman. Tú kann síggja og atkvøða á filmin her Maria heldur, at filmslistin í Føroyum hevur tað betri enn nakrantíð áður. Hon vísir hon, at tað gongur tann rætta vegin, nú pengar eru settir av á fíggjarætlanini til filmslist. Umframt hetta verða tað alsamt meira føroyingar, ið fáa sær útbúgving innan film, sum harafturat ger, at fleiri spildurnýggjir filmar vera at síggja hvørt ár. Hóast tað er fantastiskt, at pengar eru játtaðir til filmslistina, er einki at ivast, í at hetta er ikki nokk, tí filmar eru so dýrir at framleiða. Tí krevur tað, at fleiri pengar verða settir av, fyri at karmarnar innan filmslist verða optimalir. Við tíðini og gjøgnum hart arbeiði fer tað vónandi og væntandi at ganga tann rætta vegin á tí økinum, sigur Maria. Maria heldur, at filmur og øll onnur list er týdningarmikil fyri okkara mentanararv og samtíðarmentan. Hon vísir eisini á, at um filmslistin verður nýtt á rættan hátt, kann tað saktans enda við vinnuligum ágóða. Filmurin hjá Mariu er í løtuni á odda í kappingini, og tískil hevur hon góðar vónir. Men tó ger hon sær greitt, at einki er vist, av tí tað so skjótt kann broytast í tílíkari kapping. Eg haldi sjálv, at vit hava gjørt ein ótrúliga fittan og sigandi film. Vit hava miðað eftir at gera eina frágreiðing bert gjøgnum myndir, av tí at javnstøða er alheimslig og ikki tengd at nøkrum kyni ella tjóðskapi. Hóast eg eri nøgd við okkara film, eru eisini onnur boð, sum eru væl framleidd, sigur Maria. Eftir eg havi verið í skúla hetta hálva árið, havi eg fingið nógv sjálvsálit, tí lærararnir hava róst mær nógv og trúð upp á meg. Hetta hevur uttan iva birt upp undir dreymin og ætlanina hjá mær at taka eina útbúgving innan filmsleikstjórn. Tá útbúgvingin er lokin, og tá karmarnir í Føroyum eru vorðnir betri, er ætlanin sjálvandi at gera ein føroyskan spælifilm í fullari longd, sigur Maria at enda. Tað var í hesari vikuni, at tað eydnaðist føroysku samráðingarnevndini at koma so langt, at skrivast kann undir sáttmálan við Turkaland seinni í árinum. Fyriskipararnir av føroyska festivalinum Mítt Land, sum var hildin seinasta vikuskiftið í Keypmannahavn, ringdu í gjár til tónleikarar, sum framførdu á festivalinum, at boða frá, at festivalurin var komin í fíggjarligar trupulleikar, tí onkur hevði stolið meir enn 100.000 krónur frá festivalinum. Fyriskipararnir av festivalinum, Gudmundur Djurhuus, Hans Fróði Hansen og Gissur Paturson, vátta fyri heimasíðuni, at pengar eru stolnir frá festivalinum. Tann, sum hevur stolið pengarnar, er ein, sum fyriskipararnir kenna væl, siga fyriskipararnir við In.fo. Fyriskipararnir siga, at tað eyðnaðist at fáa eitt sindur av stolna pengunum aftur. Men enn mangla omanfyri 100.000 krónur í, og tí verður málið meldað til løgregluna. Fyrireikarnir av føroyska festivalinum MíttLand, sum var hildin seinasta vikuskiftið í Keypmannahavn, ringdu í gjár til tónleikarar, sum framførdu á festivalinum, at boða frá, at festivalurin var komin í fíggjarligar trupulleikar, tí onkur hevði stolið meir enn 100.000 krónur frá festivalinum. Fyrireikararnir av festivalinum, Gudmundur Djurhuus, Hans Fróði Hansen og Gissur Patursson, vátta fyri heimasíðuni In.fo, at pengar eru stolnir frá festivalinum. Tann, sum hevur stolið pengarnar, er ein, sum fyrireikararnir kenna væl, siga fyrisreikararnir við In.fo. Fyrireikararnir siga, at tað eyðnaðist at fáa eitt sindur av stolna pengunum aftur. Men enn mangla omanfyri 100.000 krónur í, og tí verður málið meldað til løgregluna. Ferðafólk, sum koma higar, hava stóran áhuga fyri fornminnum, men nóg mikið er ikki gjørt til tess at skapa røttu karmarnar kring ferðavinnuna og fornminni. Hon vísir á, at nógv fólk vitjar Múrin í Kirkjubø, men tað tykist verða avmarkað, hvussu nógv tey leggja eftir seg, og harumframt liggur tað á privatum hondum at halda umhvørvið viðlíka. Bjørt Samuelsen sigur, at heildarætlanin um at varðveita Kirkjubømúrin og forminni, sum eru knýtt at honum, viðger ikki ferðavinnuna. At ferðavinna er ein týdningarmikil partur, tá slíkar ætlanir verða gjørdar, er sjálvsagt, sigur hon í viðmerkingunum til fyrispurningin. Formaðurin fyri Javnaðarflokkin, Stefan L fven, verður mettur at vera favorittur at gerast nýggjur forsætisráðharri eftir valið. Seinastu 8 árini hevur Svøríki havt borgarliga stjórn við Freidrik Reinfeldt úr Moderaterna sum forsætisráðharra. Men sambært veljarakanning, sum Novus hevur gjørt fyri TV4, fær borgarligi blokkurinn 40,5 prosent, meðan vinstrasinnaði blokkurin fær 45,8 prosent. Stóri vinnarin á valinum sær tó út til at vera høgrasinnaði flokkurin Svøríkidemokratarnir, sum sambært veljarakanningunum, fær umleið 10 prosent av atkvøðunum. Hetta er næstan tvífalt so nógvar atkvøður sum til undanfarna val. Nú breiðir smittan seg so skjótt, at londini, sum eru harðast rakt, hava ikki longur tamarhald á støðuni, og tí er tørvur á skjótari hjálp. Neyðugt er at senda læknar, sjúkrasystrar og heilivag til londini í Vesturafrika sigur hon. Kuba sigur seg fara at senda 62 læknar og hundrað og tríggjar sjúkrarøktarfrøðingar til Vesturafrika í eini roynd at at steðga ebola sjúkuni, sigur kubanski heilsumálaráðharrin, Roberto Morales Ojeda. Tveir nýggir heilivágir ímóti ebola verða royndir í løtuni, og eru úrslitini góð, kunnu læknar og sjúkrasystrar viðgerast við heilivágnum, upplýsir heimsheilsustovnurin. Tað verður ikki ein onnur atkvøða um skotska loysing frá Bretlandi. Hetta sigur Alex Salmond, formaður fyri skotska loysingarflokkin. Skotar skula hósdagin atkøða um, hvørt Skotland skal loysa frá Stóra Bretlandi. Sambært Alex Salmond verður hendan atkvøðan tann einasti møguleikin, sum hettar ættarliðið av skotum fáa at velja, um teir vilja loysa ella ikki. Sjálvt um Alex Salmond tapir valið við bara einari einastu atkvøðu, fer hann ikki at arbeiða fyri at fáa eitt nýtt val um loysing. Tað fer at taka minst 18 ár, áðrenn ein tílíkur møguleiki kemur aftur, sigur Alex Salmond sambært the Telegraph. Veljarakanningarnar, sum eru gjørdar um vikuskiftið, geva rættiliga ymisk úrslit. Sambært einari kanning hjá the Telegraph fara 54 prosent av skotum at velja loysing. Men sambært kanning hjá Better Together átakinum fóru júst 54 prosent av skotum at siga nei til loysingina. Spenningurin er tí stórur upp til valið hósdagin. Mortan Rasmussen verður í Meg minnist komandi sunnudagarnar. Mortan arbeiddi eitt mannaminni á posthúsinum í Havn, men hann er ættaður úr Norðoyggjum. Hann varð føddur á Kirkju í 1941 og fluttur til Klaksvíkar eftir kríggið. Hann er sonur Palmu f. Kjærbo av Økrum og Rasmus av Kirkju og hevur sostatt ættarbond heilt úr Fugloy til Sumbiar. Mortan greiðir frá ættfólkum sínum í báðar ættir, barna og ungdómsárum í Norðoyggjum eins og hvat hann sum pensjónistur tekst við í dag. Um vikuskiftið hava ungdómar í Suðuroynni tikið nummarspjøldur av bilunum hjá Sea Shepherd, og tveitt hesar á sjógv. Málið bleiv meldað til løgregluna, og hevur løgreglan tosað við ungdómarnar, sum hava víst løgregluni, hvar nummarspjøldrini blivu tveitt á sjógv. Talan er fyri tað mesta um smá kriminalitet, sigur Peter Thaysen, chefpolitiinspektørur, við Kringvarpið. Okkurt meir álvarsamt mál er tó, har talan er um hóttanir, sigur Peter Thaysen. Nógv tey flestu málini, sum verða meldað til løgregluni, koma frá Sea Shepherd, sum meldar føroyingar fyri at gera ónáðir móti sær. Um vikuskiftið hava ungdómar í Suðuroynni tikið nummarspjøldur av bilunum hjá Sea Shepherd, og tveitt hesar á sjógv. Málið bleiv meldað til løgregluna, og hevur løgreglan tosað við ungdómarnar, sum hava víst løgregluni, hvar nummarspjøldrini blivu tveitt á sjógv. Talan er fyri tað mesta um smá kriminalitet, sigur Peter Thaysen, chefpolitiinspektørur, við Kringvarpið. Okkurt meir álvarsamt mál er tó, har talan er um hóttanir, sigur Peter Thaysen. Nógv tey flestu málini, sum verða meldað til løgregluni, koma frá Sea Shepherd, sum meldar føroyingar fyri at gera ónáðir móti sær. Annar hvør limur í Starvsmannafelagnum, hevur onkurvegna havt strongd seinastu trý árini. Tað vísur nýggj kanning, sum Starvsmannafelagið hevur gjørt. Kanningin vísur, at fimti hvør limur hevur verið hjá lækna í sambandi við stongd, og umleið tíggjuni hvør hevur verið sjúkrameldaður vegna strongd. Danski læknin Peter Quortrup Geisling, sum vitjar í Føroyum og heldur fyrilestur um strongd, er ovfarin av úrslitinum av kanngini. Tað ræðir meg eitt sindur, sigur Peter Quortrup Geisling. Peter Quortrup Geisling sigur, at hann hevði ímyndað sær, at føroyingar vóru minni strongdir enn danir. Men kanningin hjá Starvsmannafelagnum gevur ábendingar um, at føroyingar er meir strongdir enn danir. Meira enn 700 limir vóru við í kanningini hjá Starvmannafelagnum. Størra helvtin mettu, at strongdin hevði sín uppruna á arbeiðsplássinum, og at orsøkin í flestu førum var ov stór arbeiðsbyrða. Í verandi støðu, er eingin bati at hóma. Sambært Peter Quortrup Geisling, verður strongd orsøkin til flestu sjúkradagar í 2020. Og hetta eiga myndugleikarnir at taka í álvara. Annar hvør limur í Starvsmannafelagnum, hevur onkurvegna havt strongd seinastu trý árini. Tað vísur nýggj kanning, sum Starvsmannafelagið hevur gjørt. Kanningin vísur, at fimti hvør limur hevur verið hjá lækna í sambandi við stongd, og umleið tíggjuni hvør hevur verið sjúkrameldaður vegna strongd. Danski læknin Peter Quortrup Geisling, sum vitjar í Føroyum og heldur fyrilestur um strongd, er ovfarin av úrslitinum av kanningini. Tað ræðir meg eitt sindur, sigur Peter Quortrup Geisling. Peter Quortrup Geisling sigur, at hann hevði ímyndað sær, at føroyingar vóru minni strongdir enn danir. Men kanningin hjá Starvsmannafelagnum gevur ábendingar um, at føroyingar er meir strongdir enn danir. Meira enn 700 limir vóru við í kanningini hjá Starvmannafelagnum. Størra helvtin mettu, at strongdin hevði sín uppruna á arbeiðsplássinum, og at orsøkin í flestu førum var ov stór arbeiðsbyrða. Í verandi støðu, er eingin bati at hóma. Sambært Peter Quortrup Geisling, verður strongd orsøkin til flestu sjúkradagar í 2020. Og hetta eiga myndugleikarnir at taka í álvara. B36 Víkingur 0 2 0 1 0 1 40min Finnur Justinussen 0 2 53min Finnur Justinussen KÍ HB 1 0 0 0 1 0 72min Hjalgrím Elttør NSÍ AB 3 1 2 1 1 0 31min Klæmint A. Olsen 2 0 33min Klæmint A. Olsen 2 1 35min Bárður Olsen 3 1 56min Klæmint A. Olsen EB Stremur Skála 3 1 1 1 1 0 17min Hans Pauli Samuelsen 1 1 20min Keita 2 1 69min Arnbjørn Hansen 3 1 90min Hans Pauli Samuelsen ÍF B68 1 2 1 0 1 0 3min Bogi Løkin 1 1 74min Andr Olsen br. 2 1 77min Camara Hesa vikuna hoyra vit um sansir. Vit byrja vikuna við oyranum og vit vitja Bjarka Ellefsen, sum er oyralækni á Landssjúkrahúsinum. Nú má dagsstovnaøkið takast í álvara, sigur Maud Wang Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum, í áheitan á landsstýrismannin í mentamálum. Síðani hendan samgongan kom, hevur Pedagogfelagið heitt á landsstýrismannin um at fáa skipað eitt virkið dagstovnaráð. Eitt dagstovnaráð, sum kann veita landsstýrismanninum ta hjálp og ráðgeving, sum dagstovnalógin ásetir. Eingin ivi skal vera um, at dagstovnaøkinum tørvar politiskan áhuga, kanska ongantíð so nógv sum nú, sigur Maud Wang Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum. Í apríl í fjør segði Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, í løgtinginum, at í 2011 varð Dagstovnaráðið sett, tó uttan lógarbundna heimild. Ætlanin var, at hesi bæði ráðini skuldu vera ráðgevarar hjá Mentamálaráðnum. Fólkaskúlaráðið hevur verið virkið hesa tíðina, men Dagstovnaráðið hevur verið nærum óvirkið. Mentamálaráðið vil hava eitt virkið Dagstovnaráð. Men kommunufeløgini vóru ikki nøgd við leistin, Dagstovnaráðið hevur verið skipað eftir. Í tí sambandi var samskifti millum Mentamálaráðið og kommunufeløgini við tí endamáli at fáa Dagstovnaráðið at virka, men enn er tíverri ikki komið á mál, segði landsstýrismaðurin í løgtinginum í fjør vár. Morten Messerschmidt, sum er danskur Evropatinglimur, kann hjálpa føroyingum, nú Føroyar eru farnar undir at dagføra og endurskoða samstarvið við ES. Morten Messerschmidt gerst helst formaður í nevndini, sum írin Pat the Cope Gallagher var formaður í. Hann varð ikki afturvaldur í Evropatingið. Seinnapartin fríggjadagin hevðí Sendistova Føroya í ES móttøku í Brússel fyri sendifólkum hjá øðrum londum, embætisfólkum og øðrum. Við 3,1 prosenti av atkvøðunum megnaði Kvinnurørslan ikki at koma upp um sperrumarkið, sum er 4,0 prosent. Men Hanne Sanders, professari í søgu við lærda háskúlan í Lund, heldur tó, at boðskapurin hjá teimum kom til sjóndar. Sum einasti flokkur, ið viðger og samantvinnar rasuhatur og stríðið at vinna konufólki somurættindi sum mannfólk, hava tær verið við í valstríðnum, sigur Hanne Sanders við Ritzau tíðindastovuna. Og boðskapurin hevur fingið stuðul frá millum annað ungum kvinnum, sum eru ónøgdar við kósina, sum samfelagið hevur sett út í kortið. Aðal stríðmálið hjá teimum er at stríðast móti hvíta manninum. Tær siga, at tað er hann, sum hevur vald yvir kvinnuni, og hann hevur skapt so nógv vánaligt í samfelagnum, sigur Hanne Sanders, og leggur aftrat Flokkurin er úrslit av svensku kvinnurørsluni, sum fyrr stríddist móti politisku skipanini. Tær hava tosað við kvinnur, sum siga, at vit siga nógv, men hvat verður framt í verki. Leiðarin fyri sosialdemokratunum, Stefan L fven, verður helst nýggjur forsætisráðharri í Svøríki. Fyri framman stendur trupla uppgávan, næstu dagarnar at fáa stuðul og at skipa nýggja stjórn. Eftir ósigurin hjá Konservativa flokkinum á ríkisdagsvalinum í gjár, boðaði Fredrik Reinfeldt, forsætisráðharri, frá, at hann leggur frá sær, og í vár leggur hann eisini frá sær sum formaður í Konservativa flokkinum. Sosialdemokratarnir fingu góð 31 prosent av atkvøðunum, men hóast flokkurin ætlar at samstarva við Vinstraflokkin og Umhvørvisflokkin, fær reyð grøni vongurin ikki meiriluta í ríkisdegnum. Tí verður neyðugt hjá Stefan Løfven, formanni í sosialdemokratiska flokkinum, sum verður nýggjur forsætisráðharri, at samstarva við borgarligu flokkarnar til tess at fáa meiriluta. Svensku demokratarnir, sum eru sera atfinningarsamir móti innflytarum, eru nú triði størsti flokkur í ríkisdegnum. Flokkurin fekk 13 prosent atkvøðunum, og tað er meiri enn tvær ferðir so nógv sum á valinum í 2010. Men eingin vil samstarva við Svøríkis demokratarnar, hvørki tey reyð grønu ella borgarligu flokkarnir. Politiskir eygleiðarar nevna møguleikan fyri, at Stefan Løfven fer at fríggja til Fólkaflokkin og Miðflokkin á borgarliga veinginum, sum fyrr hava samstarvað við sosialdemokratarnar. Konservativi flokkurin hjá Frederik Reinfeldt, forsætisráðharra, hevði stóra afturgongd á valinum í gjár. Moderatarna fingu góð 23 prosent av atkvøðunum, tað eru sjey prosent minni enn á valinum fyri fýra árum síðani. Frederik Reinfeldt tekur avleiðingarnar og leggur frá sær, bæði sum forsætisráðharri og floksformaður. Hann gjørdist forsætisráðharri eftir valið í 2006, og hann hevur verið formaður í Moderata flokkinum síðani 2003. Bretska drotningin, Elisabeth Onnur, hevur óvæntað gjørt viðmerkingar til fólkaatkvøðuna í Skotlandi hósdagin um at loysa frá Bretlandi, skriva fleiri bretsk bløð. 88 ára gamla drotningin var til gudstænastu í Balmoral í Skotlandi í gjár, og sambært bløðunum segði hon við eitt av kirkjufólkunum, at skotar eiga at hugsa seg væl um, áðrenn teir seta krossin hósdagin. Elisabeth drotning hevur annars hildið seg uttanveltaða í sambandi við fólkaatkvøðuna, og keldur á Buckingham Palace halda eisini uppá, at viðmerkingin hjá drotningini varð uttanveltað. Hennara hátign er av teirri fatan, at hetta er eitt mál, sum skotska fólkið skal taka støðu til, verður sagt í kunngerðini frá Buckingham Palace. Alex Salmond, sum stendur á odda fyri loysingarrørsluni, hevur sagt, at tað stendur til skotar at gera av, um teir vilja varðveita drotningina sum ríkisovasta, eisini eftir loysingina. Ein kanning, sum varð kunngjørd í blaðnum Sunday Observer í gjár, vísir, at 47,7 prosent av teimum spurdu fara at atkvøða ímóti, og 42,5 prosent fara velja loysing. Kommunurnar kring Skálafjørðin, sum fyrr í ár gjørdu samstarvsavtalu um eldraøkið, søkja nú eftir leiðara til økistænastuna hjá Skálafjarðarsamstarvinum, at byrja 1. desember. Leiðarin skal taka sær av dagliga leiðsluarbeiðnum, og hevur fakligu, fíggjarligu og fyrisitingarligu ábyrgdina og ábyrgdina av starvsfólkaviðurskiftum. Leiðarin skal eisini tryggja framhald í yvirtøkugongdini, og verður fakligur ráðgevi og skrivari hjá stýrinum. Stýrið hevur evstu ábyrgd av Økistænastuni, og er mannað við umboðum úr bý og bygdaráðunum hjá Runavíkar, Nes og Sjóvar kommunum. Eldraøkið fer til kommunurnar at umsita 1. januar, og økið hjá Runavíkar, Nes og Sjóvar kommunu verður savnað í felags økistænastu. Vit siga eg komi frá Gjógv, frá Norðskála, frá Ljósá, tí vit siga eg búgvi við Gjógv, við Norðskála, við Ljósá. Tað gerst nokk so trupult at minnast og kann lætt koma í bland, at ein av grannabygdunum hjá Ljósá eitur Svínáir, og har siga vit í Svínáum og eg komi úr Svínáum. Her er tað tí, at talan er um eina á við Ljósá, men fleiri áir í Svínáum. Einasti flokkur í Svøríki, sum er ímóti tilflytarum, SvøríkiDemokratarnir SD , fekk dygga undirtøku á valinum til Ríkisdagin í gjár. Og stuðulin kemur frá fyrrverandi veljarum hjá Moderaterna, vísur ein veljarakanning, sum SVT gjørdi í gjár. Øll, sum vórðu spurd í kanningini, skuldu, umframt flokk, eisini biðin um at seta kross fyri kyn, aldur og starv. Og tey, sum ikki vildu svara hesum spurningum, eru ikki við í talgrundarlagnum. Tíggju prosent av teimum, sum svaraðu, eru menn, sum atkvøddu fyri SD. Tað er tvífalding, samanborið við 5 prosentini, sum flokkurin fekk á seinasta vali. Til samanberingar atkvøddu seks prosent av kvinnunum fyri SD. Serliga eru tað veljarar, sum áður eru farnir frá Sosialdemokratunum til Moderaterna, sum nú einini venda teimum baki og atkvøða fyri SD. Í høvuðsheitinum fær flokkurin veljarar frá somu bólkum, sum áður, men ein útjavning fer fram, serliga viðvíkjandi aldri. Fyrr hevur SD hava unga veljarafjøld, men nú síggja vit ikki stóran mun viðvíkjandi aldri. SD stendur líka sterkur í aldursbólkum, greiddi valgreinarin, Henrik Ekengren Oscarsson, frá í svenska ríkissjónvarpinum ígjárkvøldið. Fyri fýra árum síðani vóru trý prosent av veljarunum hjá SD eldri enn 65 ár. Men nú er talið vaksið, nú atkvøða átta prosent av veljarum, sum eru eldri enn 65, fyri SD. Eitt sjónband lagt út av 20 ára gamla amerikanaranum Daniel Ashley Peirce vísir, hvussu hann verður niðurgjørdur, sligin og blakaður út heimanífrá orsakað av, at hann er homoseksuellur. Í morgin verður Norðurlandahúsið karmur um tiltakið Markleys útbúgving. Hetta er eitt kunningartiltak um viðari lestur í Føroyum og uttanlands. Her fáa øll høvið at kunna seg um útbúgvingarmøguleikar og kunnu tosa við vegleiðarar og lesandi á hægri føroyskum og útlendskum útbúgvingarstovnum. Í útvarpsstovuna eru nú komin Mortan A. Østerø, sum lesur í Onglandi, Ditte Gry Eisner, sum veit nógv um sabbatsár og Holger Arnbjerg frá Altjóða skrivstovuni. Leikirnir vóru settir í Brussel leygardagin, og umframt tey átta ítróttarfólkini úr Føroyum, umboðaðu løgmaður, landsstýrismaðurin í mentamálum, sendikvinnan og umboð fyri sendistovuna Føroyar til setanina. Evnið til setanina var ítróttur og inklusión. Havstein avloysir Jákup Reinert Hansen sum sóknarprestur hjá kirkjusóknum í Sandoynni og Skúvoynni. Talan er um 6 kirkjusóknir, og einki annað prestagjald við einum sóknarpresti hevur so nógvar kirkjusóknir, skrivar Fólkakirkjan. Í løtuni er Havstein prestur í Fuglafjarðar prestagjaldi, nú Anne Mette Greve Klemensen er í barnsburðarfarloyvi. Ætlanin er, at Havstein Klein verður innsettur við gudstænastu í Sands kirkju 2. sunnudag í advent, tað er 7. desember 2014. Í tiðarskeiðnum frá 15. september til 30. november verður Henning Bøgesvang prestur í Sandoyar prestagjaldi. Henning hevur tvær ferðir áður verið prestur har. Havstein avloysir Jákup Reinert Hansen sum sóknarprestur hjá kirkjusóknum í Sandoynni og Skúvoynni. Talan er um 6 kirkjusóknir, og einki annað prestagjald við einum sóknarpresti hevur so nógvar kirkjusóknir, skrivar Fólkakirkjan. Í løtuni er Havstein prestur í Fuglafjarðar prestagjaldi, nú Anne Mette Greve Klemensen er í barnsburðarfarloyvi. Ætlanin er, at Havstein Klein verður innsettur við gudstænastu í Sands kirkju 2. sunnudag í advent, tað er 7. desember 2014. Í tiðarskeiðnum frá 15. september til 30. november verður Henning Bøgesvang prestur í Sandoyar prestagjaldi. Henning hevur tvær ferðir áður verið prestur har. Flogskiparin var einsamallur í flogfarinum, sum ikki hevur radara, og tað hevði brennievni at flúgva í hálvan triðja tíma afturat, tá tað hvarv. Flogfarið skuldi eftir ætlan seta seg í Kulusuk seinnapartin hósdagin. Tá leitingin byrjaði, varð hildið, at flogfarið var horvið nærindis Kulusuk, men leitingin er víðkað millum annað við einum jet flogfari hjá danska flogvápninum. Ein Sikorsky tyrla hjá Air Greenland hevur verið á flogi, og skip á leiðini eru eisini biðin um at leita. Flogfarið hjá flogvápninum hevur verið í Danmark eftir betri radarútgerð. Men enn eru hvørki flogfar ella flogskipari funnin. Myndugleikarnir vilja ikki upplýsa, hvussu gamal flogskiparin er, ella hvaðani hann er. Leitingin eftir horvna flogfarinum heldur fram. Oyri er ein gomul bygd, sjálvt um ein bóndagarður vóru einastu sethús í bygdini fleiri hundrað ár. Asbjørn Dahl greiðir frá søguni hjá bygdini og øðrum viðurskiftum á Oyri. Ungdómshúsið í Sunda Kommunu er á Oyri. Tað hevur fingið heitið Garnahúsið og húsast í gamla garnahúsinum í bygdini. Anja á Bø er leiðari og afturat sær hevur hon Árna Joensen at taka sær av tónleikinum, og vit hitta eisini 16 ára gamla Janus Foldbo Holm. Jógvan Dahl hevur í mong ár havt bilverkstað á Oyri og tað hevur hann framvegis. Hann er altíð klárur til eitt prát. Og á Hornavegi 3 búgva hjúnini Anna og Sámal Debes, sum bæði eru ættað av Oyri. Hon arbeiðir á einum sambýli og hann er útróðrarmaður. Nú Hoyvíkssáttmálin verður 10 ár komandi ár, haldi eg, at hetta er eitt gott høvi at gera eina eftirmeting av sáttmálanum og síðani taka støðu til, um tørvur er á broytingum, skrivar løgmaður í aftursvari til skrivligan fyrispurning frá Bjarna Djurholm, løgtingsmanni. Løgtingsmaðurin vildi millum annað vita, um løgmaður hevur umhugsað at fáa Hoyvíkssáttmálan endurskoðaðan, og um løgmaður heldur, at føroyskir myndugleikar gera nóg mikið fyri at hjálpa føroyskum fyritøkum í samhandlinum við Ísland. Til seinna spurningin svarar løgmaður, at eftir hansara tykki hava føroysku fyritøkurnar, ið handla á íslendska marknaðinum, sjálvar funnið vegin fram til íslendska marknaðin. Løgmaður leggur afturat, at føroysku myndugleikarnir nýliga hava sett á stovn eitt Útflutningsráð, ið skal ráðgeva løgmanni í millum øðrum altjóða handilsspurningum herundir eisini hvørjar forðingar, føroyskar fyritøkur møta í síni stremban eftir at betra um síni handilsviðurskifti við umheimin. Talan er um ein nú 42 ára gamlan, sum, sambært ákæruvaldinum, í 2001 og í 6 mánaðir frá 2004 og 2005, meira enn 50 ferðir skal hava misbrúkt eina smágentu, tá hon var 4 5 ára gomul og aftur tá hon var 7 8 ára gomul. Maðurin skal hava misbrúkt somu gentu á fleiri bústøðum. Ákæruvaldið krevur mannin dømdan tvey og eitt hálvt ára fongsulsrevsing fyri í meira enn 50 førum at hava noytt gentuna til annað kynsligt samband enn samlegu. Talan skal bæði vera um, at maðurin nam við gentuna, og at maðurin førdi hondina á gentuni soleiðis at hon føldi upp á hann. Í grundgevingini fyri kravið um tvey og eitt hálvt árafongsulsrevsing, nevndi ákærin millum annað hesar tríggjar orsøkirnar at hetta fór fram í miðal 2 3 ferðir um vikuna í hálvt ár, at hann noyddi gentuna til ongum at siga frá hesum, og at talan var um eitt smábarn, og tað er skerpandi. Verjin hjá manninum metti, at tvey og eitt hálvt ár er alt ov hørð revsing, og mælti til hálvt til eitt árs fongsulsrevsing, og at partur av revsingini verður treytaður. Tí hvør fær tað betri av, at hann fer í fongsul, spurdi verjin, sum vísti á, at gentan fær tað ikki betri av, at hann fer í fongsul, og maðurin hevur angrað tað, sum hann hevur gjørt. 42 ára gamli maðurin játtaði seg sekan í at hava gjørt okkurt við gentuna, men at hann um ta mundið, tá hetta fór fram var ógvuliga bundin av rúsdrekka og rúsevnum, og tí mintist hann ikki, hvat hann hevði gjørt. Umframt kravið frá ákæruvaldinum um tvey og eitt hálvt ára fongsulsrevsing, krevur hjásetin hjá gentuni, at maðurin rindar henni 35 túsund krónur í endurgjaldi fyri tort og sviða, og fyri psykolog hjálp til gentuna. Bretar eru farnir longur til høgru, og s kotar eru farnir longur til vinstru. S kotar kenna í størri mun, at teir onga ávirkan hava á politikkin í Bretlandi. Í grein 19 nevndini eru trý løgtingsfólk, Joen Magnus Rasmussen í Fólkaflokkinum er formaður, Kristina Háfoss í Tjóðveldi er næstforkvinna og triði nevndarlimurin er Helgi Abrahamsen í Sambandsflokkinum. Kanningin skal í høvuðsheitum lýsa lógargrundarlagið undir eftirlitinum við føroyskum vinnurekandi grunnum frá 2002 til mai í ár, og hon skal lýsa eftirlitið við Eik grunninum í hesum sama tíðarskeiði. Grein 19 nevndin skal eisini lýsa viðtøkurnar og lógargrundarlagið hjá Eik grunninum frá 2002, til grunnurin gavst í 2010, og staðfesta, um samsvar var millum lógargrundarlag, viðtøkur og virksemið hjá Eik grunninum. Endamálið er í báðum førum at vísa á, hvat skal gerast fyri at forða fyri endurtøkum, bæði viðvíkjandi mannagongdum og avleiðingum. Formansskapurin í løgtinginum fer at biðja løgtingið um eykajáttan til báðar kanningarnar, sum nú verða gjørdar fyri løgtingið. Hans Gammeltoft Hansen og hansara fólk kanna privata Eysturoyartunnilin, og grein 19 nevndin kannar Eik grunnin og grunnaeftirlitið. Í innslagnum verður sagt, at í løtuni eru nærum 20 kvinnur, sum bíða eftir mamografi. Hetta er ikki rætt. Rætta talið er 200 kvinnur. Nú ísurin á Norðurpólinum hvørvur, minka útlitini fyri einari semju í friði og náðum um, hvussu Norðurpólurin skal býtast millum londini, sum krevja part av honum. Hetta er tvær ferðir so nógv sum Danmark higartil hevur kravt, skrivar blaðið Information, sum vísir til bókina Balladen om Grønland eftir danska journalistin Martin Breum. Bókin kemur út í dag. Orsøkin er, at Kanada í fjør breyt eina avtalu við Danmark um, hvussu markið millum Grønland og Kanada eigur at vera í framtíðini. Í 2008 samdust Danmark og Grønland, Russland, Kanada, USA og Noreg um at áseta landamørkini á Norðurpólsleiðini í sátt og semju, men semja er tó ikki um sjálvan Norðurpólin. Ferðafólk hjá Lufthansa sleppa í dag undan at uppliva tað fjórða verkfallið eftir trimum vikum hjá týska flogfelagnum, Lufthansa, sum ætlanin annars var. Fakfelagið hjá flogskiparunum avlýsti seint mánakvøldið verkfallið, ið ætlandi skuldi byrja í morgun klokkan níggju. Verkfallið skuldi verða í átta tímar. Lufthansa er komið við einum uppskoti, sum vit gott kunnu tosa um, sigur J rg Handwerg, talsmaður hjá flogskiparunum, sambært tíðindastovuni DPA. Partarnir eru ósamdir um eftirlønina hjá flogskiparunum. Lufthansa vil, at flogskipararnir skulu fara frá við eftirløn, tá teir eru 61 ára gamlir. Hesum eru flogskipararnir ikki samdir í. Teir kundu hugsað sær at sloppið frá við eftirløn tvey ár fyrr, tá teir eru 59 ára gamlir, og ikki 61 ára gamlir. Í seinastu viku vórðu 200 fráferðir úr Frankfurt avlýstar av verkfalli í týska flogfelagnum, Lufthansa. Tá rakti verkfallið umleið 25.000 ferðafólk. Rigmor Dam hevur sett Anniku Olsen grein 52 spurning. Hon spyr, hvar tey skulu búgva, og um tað í øllum førum verður talan um tilboð við skikkaðum starvsfólk, sum kennir til avbjóðingarnar og umstøðurnar hjá hesum fólkum. Rigmor Dam spyr, um fólk eisini í framtíðini fara at búgva á psykiatriska deplinum. Rigmor Dam sigur, at sum skilst, er ikki vist, at øll búfólkini sleppa at flyta í nýggja sambýlið Eystan Heyg í Havn, sum upprunaliga varð ætlað hesum bólki, og tí varð normerað til 16 fólk. 5. september lýstu partarnir vápnahvíld, men um vikuskiftið doyðu seks sivilfólk, tá ein rakett rakti eitt sølutrog í Donetsk, har tey russiskt sinnaðu hava havt valdið í fleiri mánaðir. Hóast ófriðurin er kyknaður aftur, tekur Petro Porosjenko, forseti í Ukraina, uppaftur, at tey russiskt sinnaðu har eysturi í landinum skulu fáa avmarkað sjálvstýri í trý ár. Íslendska flogfelagið Primera Air kannar í løtuni møguleikarnar at taka kappingina upp við Atlansflog um flúgving millum Føroyar og Danmark. Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn, váttar í telduposti til Kringvarpið, at samskifti er millum partarnar, men hann vil ikki gera aðrar viðmerkingar. Umboð fyri Primera Air, sum er Charterflogfelag, hava verið í Føroyum og kanna umstøðurnar her. Primera Air hevur høvuðssæti í Íslandi, men hevur eisini deild í Danmark. Skúvoyingar hava á einari grannastevnu samtykt at avmarka veiðuna eftir líra til millum 10. og 16. sept. og í dag er so seinasti líradagur. Í telefonini í morgun høvdu vit Harry Jensen, sum sjálvur hevur verið eftir líra Fleygingarstengurnar í Mykinesi hava ikki verið brúktar í tvey ár, og tað verða tær heldur ikki fyribils í øllum førum ikki til lundaveiðu í vestastu oynni í landinum. Fyribils friðingin av lundaveiðu í Mykinesi, ið varð samtykt á grannnastevnu í oynni í juli mánað 2012, stendur framvegis við, sigur Finnbogi Midjord, sýslumaður. Bygdafólkið avgjørdi, saman við sýslumanninum, fríggjakvøldið, at friðingin av lunda stendur við, og at støða aftur verður tikin, tá næsta grannastevnan verður hildin. Tað sæst meira lundi í lundaholunum í Lamba, stutt áðrenn komið verður út í hólmin í Mykinesi. Kortini stendur friðingin av lundanum í oynni framvegis við. Teir hava talt 96 lundapisur í holunum í summar, so tað er ein ábending um, at tað stendur betri til við lundanum í Mykinesi, enn tað hevur gjørt í fleiri ár, sigur Finnbogi Midjord. Tað er kortini ov tíðliga at loyva lundaveiðu í Mykinesi aftur, sigur sýslumaðurin, tó at tað gongur tann rætta vegin, og fleiri lundapisur eru at síggja í lundaholunum. Hyggjuráðini í morgun vóru um fíggjarviðurskifti og til at svara spurningum frá lurtarum var Jan Otto Holm í útvarpsstovuni. Jan Otto arbeiðir sum sjálvstøðugur ráðgevari Løgreglan upplýsir, at talan er helst um avsagaða fuglabyrsu. Løgreglan hevur handtikið ein mann, sum hildið verður er gerningsmaðurin. Michael Villemoes Larsen, sum umsitingarleiðari í Fútarættinum sigur við DR, at eftir øllum at døma eru skotini latin av inni í einum av fundarhølunum. Hann hevur sæð myndir frá vakmyndatólinum, sum er í bíðirúminum í Fútarættinum, har fólk, sum skuldu í Fútarættin, fyrrapartin, sótu og bíðaðu. Skattaprosentið í Klaksvík er bæði hækkað og lækkað seinastu árini. Í 2010 hækkaði tað hálvt prosentstig fyri at fíggja røktarheimið. Í 2012 lækkaði tað aftur eitt hálvt prosent, og í fjør lækkaði tað 0,25 prosentstig. Næsta ár hækkar skattaprosentið aftur, og sambært uppskotinum um fíggjarætlanin væntar meirilutin í býráðnum at fáa 161,5 milliónir krónur í skatti í 2015. 36 milliónir krónur eru settur av til íløgur, og nýggi skúlin fer við bróðurpartinum. USA roynir at hjálpa Irak í bardaganum móti IS, men irakar hava funnist at USA, tí Irak verður ikki tikið upp á ráð. Ibrahim al Jaafari, uttanríkisráðharri, sigur, at grannalandið Iran ikki varð boðið á toppfundin í París í gjár, har 26 lond samtyktu at fara í hernað móti IS. Amerikanskin uttanríkisráðharrin, John Kerry, hevur fyrr víst aftur at hava Iran við í átakinum móti IS, tí Iran hevur í áratíggju verið millum ringasta fíggindar hjá USA. USA hevur síðani august lopið 162 ferðir á mál hjá IS í Irak. Frakland upplýsti eftir fund í gjár, at flogvápnið er farið at flúgva kanningarferður í Irak. Flogfarið, sum íslendska Primera Air eigur, verður ikki nýtt so nógv í vetur, og tí er flogfelagið, ið skipar fyri leiguferðum, áhugað í at leiga tað út til tey, ið hava áhuga fyri tí. Í Føroyum eru nakrar ferðaskrivstovur, ið hava merkt ein vaksandi áhuga millum føroyingar at flúgva suðureftir burt frá kuldanum í Føroyum í vetur. Og av tí at Atlantic Airways hevur boðað frá, at tað neyvan flýgur beinleiðis suðureftir í vetur, so hava tær vent sær til Primera Air at spyrja, um tað ber til at leiga flogfarið til Føroyar. Og tað heldur Primera Air vera eitt gott hugskot. Vit halda, at tað kundi verið áhugavert at samstarva við ferðaskrivstovurnar um at flúgva beinleiðis millum Vága Floghavn og floghavnir sunnanfyri, sigur stjórin, sum í næstum fer at kanna, um fíggjarligt grundarlag er fyri at leiga flogfarið til føroyingar nakrar ferðir í vetur, tá flogfarið í Íslandi ikki verður nýtt. Enn er einki avgjørt, men skuldi tað hent, at tað kann loysa seg at flúgva, so er tað ikki óhugsandi, at flogfarið í fyrstu atløgu flýgur til Kanarisku Oyggjarnar í vetur. Kanska longu í januar, sigur stjórin, ið leggur dent á, at Primera Air ikki ætlar sær at kappast beinleiðis við Atlantic Airways, men heldur vil fylla nøkur hol, ið eru í flogskránni hjá íslendska flogfarinum. Verða leiguferðirnar til Kanarisku Oyggjarnar veruleiki, so kann væl vera, at felagið saman við føroysku ferðaskrivstovunum fer at hyggja at øðrum londum at flúgva um summarið, sigur Jacob Helle, handilsligur stjóri í Primera Air. Flogfarið, sum íslendska Primera Air eigur, verður ikki nýtt so nógv í vetur, og tí hevur flogfelagið, ið skipar fyri leiguferðum, áhugað fyri at leiga tað út til tey, ið hava áhuga fyri tí. Í Føroyum eru nakrar ferðaskrivstovur, ið hava merkt vaksandi áhuga millum føroyingar at flúgva suðureftir burt frá kuldanum í Føroyum í vetur. Og av tí at Atlantic Airways hevur boðað frá, at tað neyvan flýgur beinleiðis suðureftir í vetur, so hava tær vent sær til Primera Air at spyrja, um tað ber til at leiga flogfarið til Føroyar. Tað heldur Primera Air vera gott hugskot. Jacob Helle er handilsligur stjóri í Primera Air. Hann vitjaði føroysku ferðaskrivstovurnar í síðstu viku. Vit halda, at tað kundi verið áhugavert at samstarva við ferðaskrivstovurnar um at flúgva beinleiðis millum Vága Floghavn og floghavnir sunnanfyri, sigur stjórin, sum í næstum fer at kanna, um fíggjarligt grundarlag er fyri at leiga flogfarið til føroyingar nakrar ferðir í vetur, tá flogfarið í Íslandi ikki verður nýtt. Enn er einki avgjørt, men skuldi tað hent, at tað kann loysa seg at flúgva, er ikki óhugsandi, at flogfarið í fyrstu atløgu flýgur til Kanarisku Oyggjar í vetur. Kanska longu í januar, sigur stjórin, ið leggur dent á, at Primera Air ikki ætlar sær at kappast beinleiðis við Atlantic Airways, men heldur vil fylla nøkur hol, ið eru í flogskránni hjá íslendska flogfarinum. Verða leiguferðirnar til Kanarisku Oyggjar veruleiki, kann væl vera, at felagið, saman við føroysku ferðaskrivstovunum, fer at hyggja at øðrum londum at flúgva um summarið, sigur Jacob Helle, handilsligur stjóri í Primera Air. Leikirnir vórðu settir í Brussel leygardagin. Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø og løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, luttóku í setanini. Setanin legði dent á inklusjón. Fleiri kommunur í Danmark hava verið við í landsumfatandi tiltakinum, Royn eina el súkklu . Og longu nú síggjast fyrstu úrslitini. Fyrstu 235 persónarnir hava í miðal súkklað 50 kilometrar um vikuna. Og eftir, at royndartíðin var av, keyptu fleiri sær elsúkklu. Elsúkklur eru umhvørvisvinarligari enn bilar. Hóast súkklan brúkar streym, er útlátið ber 12 gram av CO2 fyri hvønn kilometur, meðan útlátið frá bensinbili er 132 gram í miðal. Krabbameinsfelagið hevur á fundi við landsstýrismannin í heilsumálum í gjár umrøtt trupulleikan við nýggju leiðreglunum, og felagið hevur heitt á hann um at seta mammografiscreening í verk í Føroyum. SALT verkætlanin hevur eisini fingið nýggjan Facebook profil undir heitinum Salt Sound Art og Live Theatre , veit Sudurras at siga. Fyri hálvum øðrum mánaði síðani meldaði Karl Johansen, sýslumaður, Sea Shepherd fyri at reka eina grind út aftur, sum varð goymd í Haraldssundi, tí líkindi vóru ikki at halda henni til á nakrari hvalvág. Meldað varð fyri brot á grein 8 í grindakunngerðini, sum sigur, at ikki er loyvt at reka grind uttan undir fyriskipan av sýslumonnum ella grindaformonnum. Tí varð Fiskimálaráðið, sum eigur kunngerðina, spurt um forarbeiðið til kunngerðina fyri at vita, um tað ger grein 8 lættari at umsita og brúka í einum politimáli. Tey eru ákærd fyri brot á grindakunngerðina, tí tey ikki gjørdu eftir boðunum frá sýslumanninum um at halda bátarnar, tey vóru í, uttan fyri ein fjórðing frá grindadrápinum á Sandi 30.august. Tí hevur Mentamálaráðið útvegað skúlanum trý undirvísingarhøli á Vinnuháskúlanum við Krákugjógv, har næmingar sum lesa HF á øðrum ári fara at halda til. Størsta minkingin var í Viðoynni. Størsti vøksturin var í Tórshavnar økinum 181 fólk fleiri men streymoyar sýsla minkaði annars við 48 fólkum. Tá starvsfólkini í DR møta til arbeiðis mikumorgunin, fáa 170 200 av teimum boð um, at tey verða søgd úr starvi sínum í DR, tí stovnurin skal spara, skrivar journalisten.dk Komandi fýra árini skal DR spara 161 milliónir krónur um árið. Stýrið fyri DR samtykti fyri tveimum vikum síðan eina spariætlan, har neyðugt eisini verður at spara í lønum. Hýrurin er í botni. Øll eru ótrygg, tí tey ikki vita, hvat fer at henda, og fólk mala um seg sjálvi, sigur Anne Serlev, forkvinna fyri bólkin av tíðindafólkum í DR, sambært journalisten.dk Í 2010 vórðu 67 fólk í DR søgd úr starvi. Harumframt gjørdi stovnurin fráfaringaravtalur við 37 starvsfólk. Í dag eru umleið 2.700 fólk í føstum starvi í DR. Meðan londini rundan um okkum gerast meira og meira sekulariseraði, so fyllur átrúðanur enn nógv her í Føroyum, bæði í tí privata og almenna rúminum. Í sendingini Vitan fer Kári Sólstein at tosa við Jannu Egholm Hansen, granskara, um verðsligering ella sekularisering í Føroyum. Føroyar hevur sett sum mál, at í 2020 skal 75 av elframleiðsluni framleiðast við varandi orkukeldum. Meira skal fáast burturúr vatni og vindi, men sjóvarfalsorka er eisini ein góður møguleiki. Knúd Simonsen, frá náttúruvísindadeildini, fer at greiða frá sjóvarfalsorku. Toskaveiðan undir Føroyum hevur ligið støðug millum 20 og 40 túsund tons í nærum eina øld, uttan undir seinna heimsbardaga. Men fyrst í nítiárunum fall toskaveiðan heilt niður um 10 túsund tons, og hetta kom sum ein skelkur, bæði fyri fiskifrøðingar og fólk annars. Fiskifrøðingar staðfestu, at toskastovnurin var sera illa fyri fyrst í nítiárunum, og tað varð hildið fyri vist, at tað fór at taka langa tíð at byggja stovnin uppaftur. Kortini gingu bert umleið trý ár til toskastovnurin var í hæddini aftur í 1996. Fiskifrøðiliga ráðgevingin bygdi á ta áskoðan, at tilgongdin var tengd at støddini á gýtingarstovninum og at árgangsstyrkin var avgjørd longu tá toskaynglið var uppi í sjónum, nakað sum var í samsvari við vanliga fiskifrøðiliga áskoðanina. Munurin millum ráðgevingina og veruleikan førdi á mangan hátt til eina kreppu. Fiskaloysið virkaði við til eina fíggjarkreppu í Føroyum og samstundis misti fólk trúvirðið á ta fiskifrøðiligu ráðgevingina. Nógvar nýggjar kanningar vórðu settar í verk í nítiárunum. Ein kanning av gróðri varð sett í verk, magakanningar av toski, hýsu og upsa, og merkingarroynd av toski. Haraftrat vórðu skipsdagbøkur frá føroyskum línuskipum og trolarum kannaðar. Síðst í nítiárunum kom ein greið ábending um, hví toskastovnurin hevði uppført seg so løgið í nítiárunum. Eitt greitt positivt samband varð funnið millum gróður í sjónum og tilgongd vøkstur hjá toski og hýsu. Talan er um tey seks, sum í farnu viku fingu 1.000 krónur í bót, tí tey høvdu brotið grindakunngerðina og politiviðtøkurnar fyri Føroyar. Grundgevingin hjá útlendingarstýrinum er, at tey hava verið til ampa og skapt órógv í almenna rúminum, og av trygdar og heilsuligum orsøkum, verða tey søgd burtur úr Føroyum í eitt ár, boðar løgreglan frá í tíðindaskrivi. Fýra av teimum seks Sea Shepherd fólkunum eru longu farin av landinum. Og annar av teimum, sum eru í Føroyum, hevur søkt um longt uppihaldsloyvi. Angus MacNeil umboðar Hebridurnar ella Suðuroyggjar í Undirhúsinum í London, har hann millum annað er formaður í serligu Føroya nevndini. Fyrr í kvøld spurdi eg Angus, hví tey í Suðuroyggjum síggja øðrvísi uppá at loysa frá Bretlandi enn tey gera í Hetlandi og Oyrknoyggjum, har hildið verður, at tað ikki er stórvegis munur, um stjórnin situr í Edinburgh ella London. Nú fólka atkvøðan nærkast og veljara kanningarnar vísa, at lítil munur fer at verða millum tey, sum siga ja og tey, sum siga nei, at Skotland skal gerast heilt sjálvstøðugt Hesa vikuna hoyra vit um sansir. Í dag hoyra vit um tunguna, og vit eru á fjórðu hædd á Landssjúkrahúsinum hjá Bjarka Ellefsen, lækna Talan er um handilin Miklagarð, og sambært Jón Klein Olsen, kanningarleiðara hjá politinum, er talan um ein 33 ára gamlan mann, sum hevur svikað fyri umleið eina millión krónur. Málið varð meldað til løgregluna tann 11. august. Maðurin er avhoyrdur av løgregluni, men situr ikki í varðhaldi. Tað metir løgreglan ikki er neyðugt. Løgreglan fær tó ikki sagt, um maðurin játtar seg sekan. Hvussu svikið er farið fram, vil Jón Klein Olsen ikki nágreina men hann váttar, at talan er um svik við lottoseðlum. Málið skal í næstum latast ákæruvaldinum. Tað verður gjørt, tá løgreglan hevur fingið neyðugu prógvini og dokumentatiónina til vega. Vespur, meyrur og býflugur hoyra allar til hópin Hymenoptera í hesum hópi eru fleiri enn 100.000 sløg um allan heimin. Eyðkennið fyri Hymenoptera er, at hesi skordýr hava fýra glærar veingir mótsett eitt nú flugum og grindalokkum, sum hava tvær. Tær vespur, ið vit síggja í Føroyum, eru av einari ætt, Vespidae, sum telur 7 sløg og finnast tey í grannalondum okkara. Eyðkenni teirra er, at tær halda til í 1 árs sambýlum, sum ein víggjfør kvennvespa, drotnigin, setur á stovn hvørt vár. Drotningin fer undir at byggja eitt vespubýli av gráum pappísrevni, sum hon ger, við at tyggja træ. At síggja einstakar vespur, var leingi vanligt í Førpyum, men heil vespubýli rakti ongin við, fyrr enn í 1999. Áður kunnu tær vera komnar til landið í eskjum við frukt og søtmeti, og oftani vórðu tær júst funnar í handlum, sum høvdu fingið vørur úr útlondum. Men á heystið í 1999 vóru rættligani nógvar vespur funnar í Havn, og serligani uppi við Tórsvøll og Norðurlandahúsið. Vespurnar vóru bæði tann týska Paravespula Germanica og tann vanliga Paravespula Vulgaris vespan , men onki vespubýli varð funnið í 1999. Í 2000 vórðu 4 vespubýli funnin í miðbynum og allar vóru tann vanliga vespan, og hugsandi er, at har hava verið eini 8 10 vespubýli tilsamans. Vespan sum finst í Føroyum, slagið Paravespula Vulgaris, stavar frá nørkum drotningum, sum onkursvegna eru komin til landið, summi vilja verða við, at tær komu við grásinum, sum varð lagt á Tórsvøll, meðan onnur halda at eitt vespubýli er komi til landið við onkrari innfluttari bingju. Tað er heldur ikki óhugsandi, at tær kunnu verða komnar av sær sjálvum hagani úr Hetlandi, tí við góðum byrði, so kunnu tær flúgva langt. Men, sum tað sær út nú, so er vespan komin fyri at verða. Hava vit ein harðan og kaldan vetur, so verða tær fleiri tað summari og er tað ein lýggjur vetur, so verða tær færri. Enn hava fólk bert sæð onkrar einkultar vespur og onkur smá býli uttanfyri Havnina, men tær hava ikki klára seg nóg væl enn tað er bert spurningur um tíð, so far vespan fastatøkur aðrastaðnis enn í Havn. Seinnapartin í dag fær nýggja Blákrossheimið á Nesi 19 nýggj seingjarteppi sum konur í tilhaldinum Vesturskin á Toftum hava bundið. Tann sum hevur tikið stig til bindingina er Maria Rasmussen Menniskja fór at spæla tónleik fyri nógvum 1000 árum síðani. Ein 12000 ára gomul holumynd í Fraklandi, vísir ein veiðumann, sum hevur ein lut í munninum, sum granskarar eru vísir í, er ein floyta. Henda myndin vísir, at menniskja fór at spæla tónleik fyri fleiri 1000 árum síðani, og líka síðani hevur tónleikur ment seg, til tað hann er í dag og menningin heldur fram. Hvalur hevur ser rættindi fram um onnur djór, hvalurin hevur líka stóran týdning fyri heimsins vistskipan eins og regnskógurin hevur tað. Hetta eru nøkur av argumentunum, sum umhvørvisfólk nýta ímóti hvalaveiðu. Janus á Ryggi, stjórnmálafrøðingur og master í altjóða politikki, sum hevur skrivað eina ritgerð um partarnar í hvalaveiðuspurninginum. Marita granskar tríggjar bakteriur Streptococcus pneumniae sum kann elva til millumoyra bruna Streptoccus pyogenes sum gevur hálsbruna og Escherichia Coli, vanligani rópt E Coli sum oftani førir til bløðrubruna. Gomlu kommandørhúsini Yviri við Strond fara nú at hýsa sjónleiki. Gunnvá Zachariasen sum er við í sjónleikarabólkinum Tvazz arbeiðir í løtuni við at seta ein nýggjan leik á pall og sýningarnar vera Yviri við Strond Hetta er eitt sera lágt tal, tá hugsað verður um mongu møguleikarnar, sum almennir myndugleikar, kommunur, almennir stovnar og almenn partafeløg hava at bjóða út innkeyp av vørum og tænastum í almennum útboði. Tað er vil siga bert 1,5 útboð um mánaðin, so ikki ber til at siga, at tað almenna ger nokk við at fremja kapping, staðfestir Vinnuvitan. Talan er um gjøgnumskygni og ikki minst, at tað almenna skundar til sunna og góða kapping, har fleiri kunnu halda seg framat og bjóða. Eitt nú hava donsku regiónirnar júst boðað frá, at alt skal bjóðast út á danska keypsportalinum. Hetta er onnur sending og hesuferð fara Hans Andrias Sølvará og Sjúður Hammer at hugleiða um Menningarlæruna, Kreationismu og Intelligent Design. Eisini fer Róland í Skorini at greiða frá, hvussu kristindómur sær uppá menningarlæruna í dag. Rættarfundurin ígjár snúði seg um, hvørt dóttir hansara ella fyrrverandi versonurin skuldi hava foreldramyndugleika hjá trý ára gamla abbabarni hansara. Í grundlógaravhoyringini greiddi 67 ára gamli abbin frá, at hann fleiri ferðir hevði sent bræv til sakføraran hjá pápa abbabarninum, tí abbin metti, at sakførarin fleiri ferðir hevur ført fram ósannindi. Longu mánadagin avgjørdi abbin at taka við sær vápn í rættin. Hann fór út í verkstaðið hjá sær og sagaði 60 sentimetrar av pípuni á byrsuni. Abbin skeyt hann fyrst 31 ára gamla pápan hjá abbabarni sínum, og síðani 57 ára gamla sakføraran. Undir grundlógaravhoyringini greiddi abbin frá, at hann eisini ætlaði at skjóta seg sjálvan, men ongar patrónir vóru eftir. Føroyar teljast millum tey londini í heiminum, sum eru mest tengd at olju, men hvussu nógv olja er eftir á jørðini Tosað verður við Rúna M. Hansen frá Statoil Hydro og við Magna Laksafoss, buðskaparfrøðing, sum hevur granskað í oljunýtslu. Hvat er gróður á havinum Hvussu verður gróðurin ávirkaður av stórum havmeldrum og hvør er munurin á gróðrinum á opnum havið í mun gróðurin á landgrunninum sendingini dag, fara vit at tosa um gróður á opnum havið og á landgrunninum og um góð og ring ár á landgrunninum. Týðandi partur av viðgerðini fyri diabetes 2 er holl ráðgeving um kost frá dietisti. Eisini vísa kanningar, at góð kostráðgeving kann vera við at fyribyrgja at fólk, sum eru í vanda fyri at fáa sjúkuna, fáa diabetes. Ráðgevingin um kost á teimum trimum sjúkrahúsunum verður varðveitt, meðan tænastan úti um landið verður styrkt, skrivar Heilsumálaráðið í tiðindaskrivi í dag. Okkurt bendir á, at fruktbærið og sáðgóðskan í Vesturheiminum er fallandi, og í dag verða 1 av 20 børnum í Danmark borin í heim eftir okkurt slag av ísáðing. Samstundis hava fleiri kanningar ávíst, at sáðgóðskan hjá monnum er fallandi. Onnur hava tó ikki verið før at ávísa hetta fallið, og tað eru eisini stórir munir millum lond í sáðgóðskuni. Tær flestu kanningar eru tó gjørdar av infertilum monnum ella sáðdonorum, og at tulka sáðgóskuna hjá monnum sum heild í einum landi út frá hesum bólkum, er torført, tí eru kanningar settar í verk millum vanligar menn frá ymiskum evropeiskum londum og USA. Í hesum kanningum verður sáðgóðskan hjá monnum, hvørs konur eru við barn, samanborin. Millum hesar menn var sáðgóðskan betur hjá finskum enn hjá donskum, enskum og fronskum monnum og somuleiðis betur í amerikanskum stórbýum enn í bygdunum. Sáðgóðskan hjá ungum herskyldigum í Skandinaviu og Baltalondunum er eisini samanborin. Tað vísti seg at vera ein eystur vestur munur í sáðgóðskuni, soleiðis at menn frá Baltalondunum og Finnlandi høvdu eina betri sáðgóðsku enn menn úr Noreg, Svøríki og Danmark. Tað áhugaverda í hesari minking av sáðgóðskuni er, at hon hongur saman við viðfødd brek í mannligu kynslutunum og við krabbamein í steinunum fyribrigdi, sum bæði eru vaksandi. Eisini er sagt frá, at títtleikin av krabbameini í steinunum er størri vestanfyri enn eystanfyri í Norðanlondum, og títtleikin av tilburðum, har steinarnir ikki eru komnir niður hjá smádreingjum, eru 4 størri í Danmark enn í Finnlandi. Við tað at fyribrigdini vánalig sáðgóðska, ikki niðurkomnir steinar, vanskaptir kynslutir og krabbamein í steinum soleiðis eru tengd, hava granskarar skotið upp, at talan í veruleikanum er um somu grundsjúku, tað, sum teir rópa TDS, tað er testicular dysgenesis syndrome. Tað eru eisini fleiri kanningar, ið benda á, at lutfallið millum talið av føddum dreingja og gentubørnum, kynsratio, er fallandi, soleiðis at tað verða færri dreingjabørn borin í heim í summum vestanlondum. Orsøkin til broytingar í mannligu nøringarlagnum er ókend, men tað hevur verið frammi, at útsetilsi fyri hormonbroytandi evnum í móðurlívinum kann vera ein viðvirkandi orsøk. Evnabólkurin, sum vit rópa POP, ella Persistent Organic Pollutants, tað eru lívrunnin evni, sum niðurbrótast spakuliga í náttúruni, hava verið nýtt víða hvar í samfelagnum. Eitt nú til transformarar, skeri og smyrjioljur, plastikk, litir og útílatingarevni til máling. Tey hópast upp í umhvørvinum og miðsavnast í føðiketuni. Hesi evni hava í fleiri kanningum víst seg at vera hormon avlagandi, og at hava bæði anti østrogenar og anti androgenar ávirkanir. Kanningar hava ávíst høg virði av hesum evnum í blóðinum samstundis sum at sáðgóðskan var vánalig, og at hesi fólk fingu lutfalsliga færri dreingjabørn. Føroyar eru í hesum sambandi ógvuliga áhugaverdar, tí fólk etur grind og spik, sum inniheldur rættiliga nógv av POP, serliga í spikinum. Fruktbærið, lutfallið millum nýfødd dreingja og gentubørn, og sáðgóðskan hjá føroyingum er ongantíð kannað áður. Og hesar kanningar er nú farnar ígongd. Hvussu umgangast starvsbólkar hvønn annan Hvussu samskifta og samstarva starvsbólkarnir Og hvussu plasera teir seg í mun til aðrar starvsbólkar Hetta eru spurningar, sum verða settir, nú krøvini eru, at ymsir fakbólkar skulu samarbeiða tvørfakliga, ella tvørproffessionelt. Hetta er ikki ein nýggjur trupulleiki, at ymiskir fakbólkar ikki samstarva, ella rættari sagt ikki duga at samstarva. Tað var ein hending í Onglandi í 1973 sum gjørdi, at fokus varð sett á hesi viðurskifti. Í 1973 doyði tann sjey ára gamla Maria Cowell. Andlát Mariu Colwell hevur verið umtalað og kannað gjølla síðani. Her er tann stutta søgan Maria Cowell búði hjá mostir síni í fimm ár, frá tí at hon var eitt til hon var seks ár. Mamma hennara var ikki før fyri at taka sær av Mariu, men hon trýsti á, at fáa hana heim til sín at búgva. Í fimm ár tók mostirin sær av Mariu, áðrenn hon varð loyvd aftur at búgva hjá mammu sína og stjúkpápanum men hon var undir umsjón av barnaverndini. Maria Cowell var seks ár og átta mánaðir, tá hon fór frá mostrini hon doyði júst eitt ár seinni. Bæði grannar og lærarar høvdu ampa av, hvussu hon varð viðfarin heima við hús, og tí vóru ymsir sosialmyndugleikar javnan á vitjan har. Hóast tað, so varð hon bukað til deyðis av stjúkpápanum, og hon var sera tunn og rak av misrøkt, tá hon doyði. Ein kanning varð sett í verk, fyri at fáa greiðu á, hvat var hent, og frágreiðingin um deyða hennara varð kunngjørd í 1974. Kanningin kom til tað úrslit, at ymsir stovnar innan sakkunnleikan ikki høvdu samarbeitt og roynt at tikið sær av Mariu og vart hana. Jóhannes Miðskarð granskar í samstarvi millum ymsar starvsbólkar. Hetta granskingararbeiðið verður gjørt í Onglandi og í Danmark. Hann kallar tað fyri tvørproffessionelt samstarv, og við hann fari eg at tosa um evni. Jóhannes granskar í Onglandi og í Danmark. Stórur munur er á, hvussu tvørproffessionelt samstarv verður framt í verki í hesum báðum londunum, og munurin er serliga tann, at í Onglandi eru barnatænasturnar á einum nógv lægri støði enn í Danmark. Í Danmark eru tey farin undir stórar sparingar á økinum, og av somu orsøk hevur hetta borið við sær størri samstarv tvørtur um fakbólkarnar. Í Onglandi verður gjørt beint tað øvugta. Har hevur stjórnin nú økt játtanina til hesi øki, og hevur lagt stóra áherðslu á tvørfakligt samstarv. Í Danmark hava teir sett ein sosialráðgevara í starv í skúlunum. Hetta er skipað soleiðis, at hvør skúlasosialráðgevari arbeiðir í tveimum skúlum tveir dagar í hvørjum og fimta dagin eru teir í sosialu fyrisitingini í kommununi. Uppgávan hjá teimun er at fyribyrgja trupulleikar av ymiskum slag og verða lærarunum til hjálpar, tá ið teir skulu boða sosialu myndugleikunum frá einum máli. Eitt annað model, ið eisini verður roynt í Danmark, eru heildarskúlar. Her eru skúlin og frítíðarskúlin samskipaðir í sama skúla, og næmingurin fær allar sínar máltíðir í skúlanum. Hetta er ein skipan í oftani verður roynd í útvaldum økjum í Keypamannahavn við næmingum, ið eru sosialt illani fyri. Í hesi skipan eru nógvir starvsbólkar inni í myndini, og rákið er, at henda skúlaskipa við heildagsskúlum fer at vinda meira og meira upp á seg. Í Onglandi er tað rættiliga nógv øðrvísi. Har hava tey eitt aðalráð, ið hevur við øll viðurskifti hjá børnum, familju og skúla at gera. Øll aðalráðini, ið áður tóku sær av børnum, familjum og skúla eru løgd saman. Alt er tí savnað á sama stað, og øll tilboð eru samskipað. Tí eru í Onglandi nógvir starvsbólkar savnaðir saman undir sama taki og skulu samstarva. 14. Øll, sum í starvi sínum hava við børn at gera, og sum í hesum sambandi fáa kunnleika til viðurskifti, sum krevja, at komið verður uppí eftir hesi lóg, hava skyldu til navngivin at boða barnaverndartænastuni frá hesum. Fráboðanarskyldan sambært hesum stykki verður sett fram um ásetingarnar í øðrum lógum um tagnarskyldu í viðkomandi yrkjum. Stk. 2. Tann, ið fær kunnleika til, at foreldur ella annar uppalari til dømis misrøkir, meinslar, misnýtir ella handfer barn soleiðis, at álvarsamur vandi er fyri tess sálarligu ella likamligu heilsu ella búning, hevur skyldu at boða avvarðandi barnaverndartænastu frá hesum. Fráboðarin kann vera ónavngivin. Hetta er galdandi fyri øll vaksin fólk í Føroyum. Tagnarskylda og fráboðanarmannagongdir eru sera umráðandi. Foreldur, skúli og myndugleikar skulu verða samd, um tiltak viðvíkjandi einum barni eigur at verða sett í verk,. Einstaklingamál kunnu tey bara taka upp við loyvi frá foreldrunum. Vilja foreldrini ikki samstarva, má skúlin royna sítt, frítíðarskúlin sítt, løgreglan sítt og so framvegis. Tó hava allir starvsbólkar skyldu at boða frá, um tey síggja vanrøkt. Tagnarskylda ger seg galdandi, tá ið starvsbólkarnir skulu samskifta sínámillum ikki innanhýsis í einum starvsbólki, tí er tað trupult at handfara tílhandfara tagnarskylduna millum ymsu starvsbólkarnar. Í Onglandi sleppa tey undan hesum, tí og við, at alt er lagt saman í eitt aðalráð tá er tagnaðarskyldan ikki forðandi fyri, at starvsbólkarnir kunnu samskifta um ávís mál. Hinvegin, so kann tað hugsast, at hetta hevði verið ein vansi í Føroyum, tí landið er so lítið og vandin fyri, at ymiskt lekur út, er sostatt størri, tá ið viðkvom mál, sum krevja tagnarskyldu ferðast millum ymsu starvsbólkarnar. Hinvegin, um forða verður fyri hesum, kann tagnarskylda millum starvsbólkar gera tað, at onki verður gjørt, tí starvsbólkarnir ikki kunnu lata øðrum starvsbólkum upplýsingar, og taparin verður barnið. Hetta sigur lógin um tagnarskyldu millum fyrisitingarmynduleikar 27. Upplýsingar um heilt privat viðurskifti hjá einstaklingum, herundir upplýsingar um ættarslag, trúgv, og húðalit, um politisk, felagsskaplig, kynslig og revsiverd viðurskifti eins og upplýsingar um heilsuviðurskifti, stórar almannatrupulleikar og misnýtsla av njótingarevnum og líknandi, er ikki loyvt at lata øðrum fyrisitingarmyndugleika. Stk. 2. Tær í stk. 1 nevndu upplýsingar kunnu tó latast víðari til annan fyrisitingarmyndugleika tá 1. t1. Hann, sum upplýsingin viðvíkur, hevur givið samtykki, 2. t2. Tað fylgir av lóg ella ásetingum við heimild í lóg, at upplýsingin skal latast víðari. 3. t3. Upplýsingin verður latin víðari fyri at røkja privat ella almenn áhugamál, sum greitt fara fram um fyrilitið fyri teimum áhugamálum, ið geva grund fyri dyljan, herundir umhugsni honum, sum upplýsingin viðvíkur, ella 4. t4. Tað er ein neyðugur liður í viðgerðini av málinum, at upplýsingin verður latin víðari, ella tað er neyðugt fyri at ein myndugleiki kann fremja eftirlits ella umsjónaruppgávur Tagnarskyldan kann eisini verða misnýtt. Hon kann verða brúkt sum eitt amboð til at allýsa seg mótvegis hvørjum øðrum sálarfrøðingurin ímóti sosialraðgevarnum og øvugt. T.d kann ein sálarfrøðingur sita saman við lærarnum, serlærarnum og námsfrøðinginum og viðgera eitt mál. Sálarfrøðingurin hevur upplýsingar, sum eru týdningarmiklir fyri málið, men av fakligum orsøkum heldur hann fast við upplýsingarnar og vísir til tagnarskylduna. Tá verður tagnarskyldan brúkt sum amboð, fyri at verja sítt fakøki. Onkuntíð tosa starvsbólkarnir tvørtur um hvønn annan. Teir kunnu tosa um tað sama, men hava ymisk hugtøk. Lærarin tosar um at læra, námsfrøðingurin um at menna, men í grundini eru teir samdur um tað, teir tosa um. Hetta snýr seg fyri ein part um ymiska fatan av fakinum og um at verja borg. Tvørprofessionelt samstarv er treytað av, at ymsu fakbólkarnir samkoyra og samstarva út frá sama máli. Tvørprofessionelt samstarv loysir nógvar trupuleikar, og royndirnar uttanlands, í Onglandi og í Danmark hava víst, at hetta er ein gongd leið, men eitt skal ein gera sær greitt, at tað loysir ikki allar sosialartrupuleikar millum børn og ung, og royndir uttanlands hava víst, at myndugleikar ikki skulu síggja tær stóru peningaligu sparingarnar á økinum, sjálvt um alt verður savnað undir somu lon. Tað er fyrbilsloysn, og skattaprosenti verður lækkað aftur, tá skúlin stendur liðugur, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu. Klaksvíkar býráð væntar, at inntøkurnar hjá kommununi verða 167 milliónir krónur næsta ár. Tað er hálv fjórða milljón meira enn metingin fyri 2014. Algur verða vanliga býttar í mikroalgur, eru tær mikroskopisku, tær vit kalla plantuæti, og makroalgur ið eru størri og tær verða kallaðar tari. Algur eru ikki ein taksonomisk eind. Tað vil siga, at algurnar hava ikki ein felags ættarfaðir, men eru at finna á fleiri greinum í lívsins ættartræðið. Algurnar eru tískil defineraðar út frá eini felags funktion heldur enn einum felags ættarfaðiri, og henda felags funktiónin er evnið til at ljóssamevna. Landplantur eru ikki algur sjálvt um tær ljóssamevna, tí tær hoyra ikki til tær uprunaligu verurnar ið ljossamevna, tær eru nevniliga ættaðar frá grønalgunum. Algur eru evolutionert sera gamlar. Tey elstu algufossilini eru umleið 2 milliardir ára gomul. Eginleikin hjá verum at ljóssamevna, og harvið framleiða ilt, hevur verið avgerðandi fyri lívið á jørðini, sum vit kenna tað í dag Eginleikin at ljóssamevna mentist í Cyanobakteriunum, eisini kendar sum blágrønalgur. Cyanobakteriurnar hava verið til á jørðini tey seinastu 3 milliardir árini og kunnu roknast sum ein av teimum elstu núlivandi verum. Endosymbiontástøðin greiður frá, hvussu eginleikin at ljóssaevna er førdur frá cyanobakteriunum, ið eru prokaryotar ella einklar simplar kyknur, til tær meira fjøltáttaðu kompleksu eukaryotu kyknurnar. Tað sum einaferð er farið fram í tíðarinnar morgni, er, at ein eukaryot kykna hevur upptikið eina cyanobakteriu og cyanobakterian hevur hildið framm, at ljóssamevna inni í tí eukaryotu kyknuni. Eitt tætt samband hevur ment seg ímillum kyknurnar og bæði cyanobakterian og eukaryoturin hava havt fyrimun av hesum sambandið. Cyanobakterian hevur framleitt orku, umvegis ljóssamevningina, til eukaryotin og eukaryoturin hevur vart cyanobakteriuna frá at verða etin. Henda hendingin var byrjanin til algurnar og cyanobakterian varð við tíðini minka reducera til eitt kloroplast, ið er organið har ljóssamevningin fer fram. Tari kann býtast í tríggjar ættarbólkar Grøntari, Reyðtari og Brúntari. Reyðtari og Grøntari eru tætt skildur, meðan Brúntari hoyrir til eina aðra grein á lívsins ættartræðið. Tarabólkarnir eru nevndir eftir, hvørjum litið teir hava í kloplastunum. Allir hava klorophyl ið er grønt, men afturat klorophyl hevur reyðtari fycoerythrin og fycocyanin og teirra reyðligi og bláligi liturin, fjalur tann grøna litin hjá klorofyl. Brúntari hevur eitt gulbrúnt litevnið ið kallast fucoxantin, ið á sama hátt fjalir klorofylllitin. Grøntari er grønur tí klorofyl er tað dominerandi litevnið. Tey ymisku litevnini absorbera ljós við ymiskum bylgjulongdum. Tari er sera ymiskur, í stødd og skapið frá 60 m longd til næstan mikroskopiska stødd og frá enklum simplum ógreindum ella greindum træðrum til tarar við festið, stilkið og blaðið, so sum til dømis Tonglatari. Tari nørist við at kynskyknur frá hann og hon taraverum smelta saman og tað eru eitt ótal av strategium fyri hvussu hetta fer framm. Eitt heilt serligt fyribrygdi í taraheiminum er, at tað finnast bæði hann, hon og hvørkikyns tari í nattúruni. Tonglatarin er eitt áhugavert dømi. Tonglatara er kendur úr nattúruni, sum ein tari við einum ramligum og longum stilki, ið hevur eitt uppdeilt blað í øðrum endanum og eitt festi, ið kundi mint um eina rót í hinum endanum. Hetta er tað ókynjaða taraveran ella hvørkikyns veran í lívssyklus hjá Tonglataranum. Hann og honveran hjá Tonglatara eru næstan mikroskopisk, ið veksa á botninum í taraskóvinum. Sáð frá hannveruni svimur yvir og gitir eggið á honveruni og harfrá veksur ein nýggjur ókynjaður Tonglatari upp. Tari og plantuæti eru fyrsta lið í havsins føðiketu Teirra vistfrøðiligi leiklutur er grundarlagið undir lívinum í havinum og okkum ið liva av havinum. Tari livir í fjøruni og niður á umleið 20 til 30 m dýpi. Djýpri er ofta ov lítið av ljósi til at ljóssamevna og tískil ongin gróður. Tari skal hava eitt fast undirlag at standa á og tí er lítið til av tara har tað er sand og móðrubotnur, men nógvur og stórur tari har tað er hellubotnur. Taravøksturin hevur alstóran týdning fyri lívið í fjøruni. Taraskógurin skapar búøki fyri eina ørgrynnu av størri og smærri djórum. Tarafloraðin í Føroyum er sera áhugaverd. Hitin í sjónum kring Føroyar broytist sera lítið gjøgnum árið. Um veturin er hitin lutfalsliga heitur og um summari lutfalsliga kaldur. Hetta skapar grundarlag fyri, at nøkur sløg, ið vanliga halda til í heitari sjógvi, klára at yvirliva í Føroyum og á sama hátt eru tað sløg, ið vanliga halda til í kaldari sjógvi, ið trívast um okkara leiðir. Í Føroyum eru umleið 261 tarasløg skrásett higartil. 114 reyðtarasløg, 83 brúntarasløg og 64 grøntarasløg. Á heimsplan er umleið 10000 tarasløg skrásett. 6000 reyðtarasløg, 1800 brúntarasløg og 2000 grøntarasløg. Floristiskar kanningar av taravøkstrinum í Føroyum hava eina rættiliga langa søgu. Tveir danskir prestar, vóru teir fyrstu ið vístu tí føroyska taranum ans, Jørgen Landt í 1800 og Hans Christian Lyngbye í 1819. Lyngbye skrásetti umleið 100 sløg og hansara tarasamling er varveitt á botanisk museum í Keypmannahavn. Smá hundrað ár seinni var tað danski botanikarin Frederik Børgesen ið granskaði ta føroysku tarafloruna. Hann gjørdi eitt sera gott arbeiði og í 1902 útgav hann eina lýsing av 216 føroyskum tarasløgum. Eftir Børgesen fóru næstan 80 ár framvið uttan at nakar hugsaði stórvegis um ta føroysku tarafloruna, men fyrst í 1980unum kom eitt granskingarlið frá Natural History Museum í London til Føroyar, og fyri fyrstu ferð vórðu innsamlingar gjørdar av kavarum. Bretarnir skrásettu 223 sløg. Tarin var í fokus í samband við BioFar verkætlanina frá 1994 til 1997. Arni Nørrevang og aðrar góðar kreftir stóðu fyri hesu verkætlanini og varð eitt megnar innsamlingsarbeiði gjørt kring Føroyar. Tveir dugnaligir taragranskarar, Ruth Nielsen frá Botanisk museum í Keypmannahavn og Karl Gunnarsson frá Havransóknarstovninum í Reykjavík vóru lyklapersónar í hesi taraverkætlanini og tey skrásettu 261 tarasløg. PhD granskingarverkætlanin hjá Agnes Mols Mortensen, er ein taksonomisk og biogeografisk kanning av reyðtaraslektini Purpurhinna í norðuratlantshavinum. Purpurhinnuslektin er ein tann elsta taraslektin vit vita um og 500 milliónir ára gomul fossilir eru funnin, ið nærum fullkomiliga líkjast núlivandi purpurhinnunum. Agnes nýtir DNA sekvensar til at greina sløgini frá hvørjum øðrum og fyri at finna út av, hvussu sløgini eru skild við hvørt annað. Purpurhinnusløg eru sera torfør at kenna frá hvørjum øðrum, men við nýtíðmans háttum, so sum DNA sekvensering ber til at áseta sløgini og tískil eisini at samanbera floraðina í fleiri geografiskum økjum. Nógvastaðni í heiminum verður tari brúktur til matna. Í Japan td. er tari hvønndagskostur Nori tarin, ið er í purpurhinnuslektini, er sera høgt í metum og Nori aling er ein stórídnaður. Um okkara leiðir er tari ikki so vanligur at eta, men Alginat, Carragenan og Agar eru taraúrdráttir ið eru í nógvum vanligum mat og dagligdagsvørum eitt nú kakamjólk, ísið, budingið og tannkremið. Hesir taraúrdráttir eru tilsetingsevnið, ið virka fortjúkkandi og stabiliserandi. Alginatur eru kend sum E tøl frá 400 til 405, agar sum E 406 og carragenan sum E 407. Tari er sunnur Tí hann inniheldur nógv sløg av vitaminum og mineralum og nógv tos er eisini um, at tari og taraúrdráttir hava nógvar góðar heilivágseginleikar Granskarir hava staðfest, at nøkur brúntarasløg hava ein anticarsinogenan eginleika, tað er at tey virka hemmandi upp á eitt nú krabbakyknur og HIV virus, men enn er ov lítið granska til, at siga nakað ítøkiligt Tosa verður eisni nógv um, at nýta tarabiomassa til bioethanol frammleiðslu. Tað er møguligt og eitt gott hugskot, men enn á byrjunarstøðið. Gransking skal til fyri at optimera framleiðsluna av bæði tarabiomassa og ethanol. Nøkur sløg av stórum brúntara vaksa væl í Føroyum og Agnes heldur, atføroyingar áttu at útnytta taran. Tað er ikki ein gongd leið, at fara eftir villum tara í Føroyum, tí tá er skjótt at gera skaða á vistskipanina, men fyribils kanningar, ið eru gjørdan, vísa, at tað ber til at ala tara. Tari er ein rávøra í tí føroysku náttúruni ið vit enn ikki nýta. Kappingareftirlitið er til reiðar at fara í Føroya rætt við ósemjuni um, hvør skal avgera, um tað, sum bankarnir meta at vera teirra handilsligu loyndarmál, verður almannakunngjørt. Kappingareftirlitið og Vinnukærunevndin senda eina kæru hjá Eik Banka aftur og fram millum sín Tað eigur at bera til at áseta við lóg ella kunngerð, hvussu nógv skal latast í endurgjaldi, tá ein vinna troðkar eina aðra burtur. Endurgjald fyri mistan møguleika at reka eina vinnu var uppi og vendi í løgtinginum í síðstu viku, tá hummaraveiðan og alingin á Árnafirði var til viðgerðar. Karolina Matras og Katrin Næss granska í lesing í føroyska fólkaskúlanum. Talan er um langtíðarkanning av fyritreytum fyri læring millum øðrum lesing, eins og kanning verður gjørd av lesiførleika. Kanningarnar av fyritreytunum verða gjørdar í fyrstu flokkunum, og lesikanningarnar verða gjørdar í øðrum og triðju flokkunum. Tær hyggja millum annað at byrjanarundirvísingini við atliti til, at tímajáttanin er økt í byrjanarundirvísingini og partvísa tvílæraraskipanin er sett í verk. Í sendingini spyrja vit millum annað, hvat tað er at lesa Hvussu foreldur kunnu skapa góðar fyritreytir hjá sínum børnum, so tey læra at lesa og hvat skulu barnagarðurin og skúlin gera Eins og kristindómur er islam ein heimsreligión. Fleiri enn ein milliard fólk eru muslimar og tað eru bara kristindómurin og islam, ið eru í milliardaflokkinum, hóast hinduisman er tætt við. Islam er næststørsti átrúnaður av teimum fimm størstu átrúnaðunum í heiminum umleið 1,6 milliardir fólk eru muslimar, bert kristindómurin hevur fleiri viðhaldsfólk við sínum umleið 2,3 milliardum. Muslimar finnast um allan heimin og nýggjastu uppgerðirnar siga, at tey gerast fleiri og fleiri. Nakrar líkheitir eru millum islam og kristindómin. Báðar milliarda religiónirnar er monoteistiskar, tað vil siga trúgva á ein og bara ein Gud. Báðar religiónirnar byggja víðari á Gamla Testamentið, sum er halgabók hjá jødum, men hesin yvirbygningurin, um ein so kann siga, ávíkavist Nýggja Testamentið og Koranin er rættiliga ymiskur, og somuleiðis er áskoðanin á jødar og teirra trúgv. Eitt annað, sum líkist í islam og kristindóminum, tá ið hugsað verður í alheims høpi, er, at muslimar eins og kristin missionera og breiða sína trúgv um allan heimin. Báðar religiónirnar hava sostatt ta sjálvsfatan, at allur heimurin átti at tikið við júst síni trúgv og tilhoyrandi praksis. Islam er ikki ein einvorðin skipan. Eins og tað í kristindóminum eru fleiri ymiskar kirkjur og samkomur, eru eisini fleiri ymsar samkomur í islam. Í islam eru tveir aðalrætningar, sunni umleið 80 og shia umleið 20 . Í nógvum islamskum londum eru hesir báðir rætningar ofta andstøðingar. Harumframt finnast smærri bólkar sum ahmadiyyar og aleviar. Hesir bólkar verða ofta mettir sum sjálvstøðug trúarsamfeløg, men hava sína rót í islam. Krabbamein er ikki bara ein, men fleiri ymiskar sjúkur. Í veruleikanum finnast fleiri hundrað ymiskar krabbasjúkur, sum fáa navn eftir tí staðnum í likaminum, har tær kyknað upp. Tað kann vera lungnakrabbi ella bróstkrabbi. Hvør krabbasjúka hevur síni serligu eyðkenni viðvíkjandi vanda, aldri, kyni, hvussu sjúkan hevur breitt seg, viðgerð og yvirliving. Krabbasjúka byrjar í kyknunum. Krabbakyknurnar bera seg øðrvísi at enn aðrar kyknur. Tær kunnu deila seg sundur og beina fyri frískum kyknum. Sum tíðin gongur kunnu krabbakyknurnar mennast til ein krabbaknykil. Okkara likam hevur í sær 50 billiónir kyknur 50.000.000.000.000 . Kyknur eru neyðugar at byggja menniskjalikamið, tí kunnu kyknurnar nevnast bygningssteinarnir í likaminum. Kyknur kunnu hava ymsa stødd og skap. Og hvør teirra hevur sín leiklut og hvør sítt pláss í kroppinum. Vit hava nógv sløg av kyknum Húðakyknur, heilakyknur, hárkyknur, vøddakyknur o. s. fr. Kyknurnar blanda seg ikki í arbeiðið hjá hvør øðrum kyknum, men savna seg um sítt. Kyknurnar eru serfrøðingar, hvør á sínum øki. T. d. brúka heilakyknurnar alla sína orku upp á heilan. Lívið hjá kyknunum er avgjørt frammanundan. Tá ein kykna doyr, kemur ein nýggj ístaðin. Nýggjar kyknur verða skaptar á tann hátt, at verandi kyknur býta seg sundur. Soleiðis verða sár grødd, blóð, húð og slímhinna verða endurnýggjað, og øll organisman virkar. Hvør kykna eygleiðir og er í javnvág við grannakyknuna. Kyknurnar eru sosialar og lurta eftir signalum frá kroppinum. Hendir ein feilur í eini kyknu, fer hon í fyrstu syftu at royna at umvæla seg við hjálp av serligum umvælingar enzymum. Kann kyknan ikki sjálv væla um seg , er hon programmerað til sjálv at gera av við seg. Vit siga, hon forger sær. Krabbakyknurnar eru asosialar, og í mun til normalar kyknur, lurta tær eftir signalum frá likaminum. Tær forgera sær ikki, um feilur skuldi komið fyri. Harafturímóti býta krabbakyknurnar seg sundur so ofta, at tær gerast fleiri og fleiri. At enda kunnu tær gerast so mangar, at tær gerast til ein krabbaknykil. Feilir í eini kyknu kunnu koma av sær sjálvum ella vegna ávirkan uttanífrá t. d. tubbaksroyki, sum týnir lunguni. Men nógvar broytingar skulu til, um krabbamein skal gerast úrslitið. Kyknan arbeiðir hart at forða fyri, at hon gerst til eina krabbakyknu. Lurta eftir sendingini her, har Bjarni á Steig, serlækni í krabbasjúkum og Kristianna Hammer, granskari, greiða frá, um krabbamein og vón. Fimm leikarar á føroyska kvinnulandsliðnum hava skaðar sum gera, at tað er ivasamt, um tær eru við í HM undankappingardystinum móti Norðurírlandi í kvøld. Venjarin, Jón Pauli Olsen, sigur við Fótbóltssamband Føroya, at tað er ivasamt, um Heidi Sevdal, Ansy Sevdal, Oddrún Danielsen, Valgerð Andreasen og Elin Maria Isaksen verða tøkar í kvøld. Føroyska landsliðið er í løtuni næstniðast í bólkinum. Vinna tær ella spæla javnt móti Norðurírlandi, varðveita tær plássið. Føroyar og Norðurírland hava í løtuni bæði tvey stig, men Føroyar hava betri málúrtøku. Tølini, sum Tordis Kristiansdóttir vísir til, eru frá NORDCAN, ein grunnur við hagtølum yvir krabbameinstilburðum í Norðurlondum. Í einum opnum brævi á forsíðuni í skotska blaðnum Daily Record týsdagin lovaði enski forsætismálaráðharrin David Cameron skotum munandi størri sjálvstýri og pengar at ráða yvir, um skotar velja nei til skotskt sjálvstýri í morgin. David Cameron var ikki einsamallur um lyftið. Undir liðini á honum stóðu politisku arvafíggindar hansara, Ed Miliband og Nick Klegg, formenn í hinum stóru ensku flokkunum. Men øll eru ikki líka fegin í Vestminister, London, um lyftið. Fleiri konservativir tinglimir eru stak ónøgdir, sambært The Times. Konservativu tinglimirnir halda, at David Cameron hevur lovað ov nógv, og at skotar fara at fáa lutfalsliga ov stórt vald og ov stóran part av felags inntøkunum hjá landinum, um lyftið skal haldast. Sambært keldum hjá The Times kann fólkaatvøðan enda sum ein misálitsváttan á david Cameron, og møguliga eitt krav frá hansara egna flokki um, at hann leggur frá sær. Støðan er politiskt sera torfør hjá enska forsætismálaráðharranum. Siga skotar ja í morgin, verður hann forsætismálaráharrin, sum misti Skotland. Siga skotar nei, má hann undir samráðingar um at avgeva politiskt vald til skotska parlamentið í Edinburgh. Skipini kunnu fiska burtur av kvotunum, sum nú eru tilsamans 2.800 tons, og av teimum 6.500 tonsunum, sum vóru sett av at brúka í samráðingum við onnur lond. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur gjørt av, at treyt fyri at fáa loyvi at fiska av nevndu kvotum er, at kvotan hjá bólkinum, sum fiskifarið er í er fiskað. Tað byrjaði alt í 1863 í Onglandi, tá rugby fótbóltur og association football , ella vanligur fótbóltur greinaðu seg sundur og fóru hvør sína kós, og Football Association í Onglandi varð stovnað Báðar ítróttirnar stava frá somu rót, og hava báðar langar og fløktar greinar frá felags ættartrænum. Ein kanning gjøgnum tíðina sýnir í minsta lagi eini seks, átta ymiskar ítróttir, sum í vissan mun víkja hvør frá øðrum, men sum allar leita søguliga aftur til fótbóltin. Um hetta er rætt, er ivasamt. Í øllum førum so er tað veruleiki, at fólk hava stuttleikað sær við at sparka til ein bólt í fleiri túsund ár, og tað er eingin orsøk til at meta fótbólt sum eitt frávik frá tí meira natúrliga háttinum, sum er at spæla bólt við hondunum. Hóast tekin eru um, at bóltur hevur verið nýttur í spæli aðra staðni í verðini, so er menningin av fótbóltsspæli, sum vit kenna tað í dag, farin fram í Bretlandi. Spælið, sum blómaði í Bretsku oyggjunum úr 18. í 19. øld, hevði við sær eina rúgvu av bæði lokal og økis frávikum. Hesi vórðu, sum tíðin leið, samskipað og snøggað til, so hesi í dag eru reglurnar undir nútíðar fótbóltsspæli, undir rugby fótbólti og undir Gaelic football í Írlandi. Ein broyting kom ikki í fyrr enn í byrjanini av 19. øld, tá skúlafótbóltur gjørdist siðvenja, serliga í teimum kendu ensku public schools. Tá hendi umskiftið. Í hesum umhvørvinum bar til at gera broytingar og mennandi ábøtur og snøgga um spælið. Tá FIFA varð stovnsett í Paris í mai 1904, vóru sjey luttakandi limalond Frakland, Belgia, Danmark, Niðurlond, Spania umboðað av Madrid FC , Svøríki og Sveis. Týskland sendi fjarrit og gjørdist limur sama dag. Seinast í tríati árunum vóru 51 limir í FIFA í 1950, eftir eitt millumbil vegna seinna heimsbardaga, var talið komið upp á 73. Næstu hálvu øldina gjørdust fleiri og fleiri eldhugað av fótbóltsspælinum. Og við árslok 2007 vóru 208 limir í FIFA úr øllum pørtum av verðini. Í sendingini verður tosað við fótbóltsvenjararnar Bill McLeod Jacobsen og Sigfríð Clementsen um, at fótbóltur er meira enn fótbóltur. Føroysku klæðini, ella føroyski búnin, sum tey eisini verða nevnd, hava í dag sera góða undirtøku millum fólk. Nógvir føroyingar eiga síni egnu klæði og eru í teimun til alsyns høvi. Men hví síggja klæðini út sum tey gera Og hvør hevur avgjørt at soleiðis síggja røtt føroysk klæðir út. Til føroyskan dans, eru fólk oftani í føroyskum klæðum, eisini til ávísar hátíðarløtur og ikki minst á ólavsøku. Føroyski klæðini, ella føroyski búnin, sum tey eisini verða nevnd, hevur í dag sera góða undirtøku millum fólk. Nógvir føroyingar eiga síni egnu klæði og eru í teimun til alsyns høvi. Trupult er at tíðarfesta, nær siðurin við føroyskum búnum hevur tikið seg upp. Vanligt hevur verið í føroyum at kvinnur vóru í ullintum, vovnum skjúrti og menn í kvarðabuksum úr vaðmali, ullintum hosum osfr. tilfari og sniði mintu klæðini um tey, sum vit í dag nýta til tjóðbúnan, men upprunaliga vóru tey hvørki nýtt ella fatað sum tjóðbúnar. Í 19 øld kom tó ein skilnaður millum klædnabúnan hjá fólki, klæðini vóru skild ímillum donsk og tey meira siðbundnu klæðini. Donsk klæðir vóru klædningar og kjólar keyptir uttanifrá. Handilssambandið tá var gjøgnum Kongaliga einahandilin og harvið Danmark, klæðini vóru tí rópt donsk klæðir, hóast tey kundu verða allastaðni frá. Svabo fýlist longu síðst í 1700 á, at kvinnurnar í Føroyum alsamt leggja seg eftir øðrum klæðum og lata seg í kjólar úr útlendskum tilfari. Síðst í 1800 tekur tjóðskaparrørslan seg upp millum føroyingar. Um sama mundið eru ábendingar um, at vanligari verður at nýta føroysk klæðir, tað við siga klæðir, sum mintu um tey gomlu siðbundnu, men nú komi fram í øðrvísi hami og vóru nýtt til ávís høvi. Børn í dag hava stóran kunnleika um marknaðin og at avlesa miðlar og teldur. Tey hava ein eftirspurning eftir klæðum, góðgæti, tónleik, elektronikk, shampo, smyrsl og upplivingum. Føroyar er í stóran mun eitt forbrúkarasamfelag. Tað verður sagt um forbrúkarasamfelagið, at fólk eru materialistisk, bæði vaksin og børn. Foreldur hava ofta trupult at viðurkenna, at børnini eisini eru materialistisk, men í einum forbrúkarasamfelag hevur materialisma nakað við samleikan at gera. Og hesin samleiki er súrgaður heilt niður til smábørnini. Hjá smáum børnum eru til dømis leikur ein týðandi partur av sjálvfatanini, við at tey koma at skilja, at ávís ting eigi eg, og eg havi ræði á hesum tingum. Børn nú á døgum hava nógv størri vald. Vald á tann hátt, at tey taka fleiri avgerðir, tey hava meira ávirkan heima og á sítt egna lív. Hetta er ikki minst galdandi fyri forbrúk. Nógv foreldur kenna hetta, at børn leggja stórt trýst á tey at keypa ta nýggjastu fartelefonuna, PS spælið ella skógvarnar. Men børnini eru eisini undir trýsti í forbrúkarasamfelagnum. Hjá børnum er tað sera umráðandi at hoyra til og hetta hava tey, sum selja vørur, funnið útav, at børn hava ein sera týðandi leiklut í keypsvanumum hjá foreldrunum, og hvat verður keypt. Fólkatalið í Suðuroynni er kvinkað eitt vet uppeftir seinastu tólv mánaðirnar. 15 fólk fleiri búðu í oynni tann 30. juni í ár enn árið frammanundan. Suðuroyarportalurin skrivar við tølum hjá Hagstovuni sum grundarlagi, at t að tó bara er í tveimum kommunum í S uðuroynni, at fólkatalið er vaksið, í Vági og í Hvalba. Størsti vøksturin er í Vágs kommunu, har fólkatalið vaks við 30 fólkum. Í Sumbiar kommnunu stendur fólkatalið í stað, meðan tað er minkað í hinum kommunum í oynni. Størstu afturgongdin er í Fámjins kommunu, har minkaði fólkatalið við 13 fólkum. Samlaða fólkatalið í Suðuroynni 30. juni í ár var 4.697 fólk. So sjálvt um søgnin sigur, at føroyingar, fyrr í tíðini doyði í hungri við einum tarablaðið í munninum, so kann tari í dag gerast eitt stórt íkast til føroyska búðskapin. Taravinna er ein stór vinna í heimshøpi í dag. Tað verður handla fyri umleið 40 milliardir krónur í tara árliga og kunnu Føroyar fáa 1 2 av hesum marknaðinum, so er virði millum 400 og 800 mio.krónur Nýggj skordýrasløg hava fest seg og eru farin at nørast, nýggir fuglar búleikast nú í Føroyum, nýggjar plantur eru komnar og broytingar síggjast eisini í havinum, eitt nú síggjast fleiri nýggj fiskasløg. Her er ikki talan um djór, sum av einari ella aðrari orsøk eru eru vilst til oyggjarnar. Hitin í luftini í Havn, er máldur síðan 1890, og sjóvarhitin á Landgrunninum síðan 1914. Gongdin í hesum mátingum minna nakað um miðalhitan fyri alla jørðina við hitaøking fram til miðskeiðis í 20.øld og síðani køling. Tað brýtur í bæði borð undan fólkaatkvøðuni í Skotlandi í morgin. Fleiri konservativir tinglimir í London eru ónøgdir við, at enski forsætismálaráðharrin, David Cameron, lovar skotum størri vald, um teir siga nei til sjálvstýri. Í opnum brævi á forsíðuni í skotska blaðnum Daily Record týsdagin lovaði enski forsætismálaráðharrin David Cameron skotum munandi størri sjálvstýri og pengar at ráða yvir, um skotar siga nei til skotskt sjálvstýri í morgin. David Cameron var ikki einsamallur um lyftið. Undir liðini á honum stóðu politisku arvafíggindar hansara, Ed Miliband og Nick Klegg, formenn í hinum stóru ensku flokkunum. Men øll eru ikki líka fegin í Vestminister, London, um lyftið. Konservativu tinglimirnir eru stak ónøgdir, sambært blaðnum The Times. Teir halda, at David Cameron hevur lovað ov nógv, og at skotar fara at fáa lutfalsliga ov stórt vald og ov stóran part av felags inntøkunum hjá landinum, um lyftið skal haldast. Sambært keldum hjá The Times kann fólkaatvøðan enda sum ein misálitsváttan móti David Cameron, og møguliga eitt krav frá hansara egna flokki um, at hann leggur frá sær. Fiskiveiðieftirlitið er deild undir Vørn, og nýggi deildarstjórin skal hava dagligu ábyrgdina av at fremja fiskiveiðieftirlit á sjógvi og á landi í Føroyum og við føroyskum fiskiskipum í fremmandum sjógvi. Tann, sum settur verður, skal hava skipsføraraútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving. Starvið er tænastumannalíknandi starv og er lønt í 36. lønarflokki sambært avtalu millum Tænastumannafelag landsins og Fíggjarmálaráðið. Evsta mark at søkja er 22. september klokkan 12.00. Frá nýggjárinum ber til at tinglýsa ognarfyrivarni í eitt nú bilum og húsvognum. Tinglýsingarlógin verður broytt 1.januar næsta ár. Tann, sum til dømis selur ein bil, kann við tinglýstum ognarfyrivarni tryggja sær ognarrættin yvir bilinum til hann er goldin. Og seljarin kann taka bilin aftur, um hann ikki verður goldin. Grønlendski landsstýrismaðurin fyri landbúnaðarmálum, Finn Karlsen, segði í talu síni á landbúnaðarstevnuni í Kujalleqs kommunu, at Neqi sláturvirkið í framtíðini fer at fletta 10.000 fleiri lomb fleiri, enn í ár. Virkið hevur fignið nýggja framkomna útgerð til slátur í fjør, og sambært landsstýrismanninum, hevur Neqi gjørt framrokningar, har sláturvirkið væntar at fáa 10.000 lomb fleiri frá grønlendskum seyðabøndum. Millum filmarnar, sum hava verið sýndir á stóra altjóða filmsfagnaðinum í Toronto í Kanada í hesum døgum, er nýggi danski leikfilmurin Itsi Bitsi , sum Ole Christian Madsen hevur leikstjórnað. Filmurin hevur verið vístur í sonevndu Contemporary World Cinema deildini. Itsi Bitsi er søgan um danska yrkjaran og sangaran í bólkinum Steppeulvene, Eik Skaløe. Gátuføra lagna hansara hevur vunnið honum støðu sum mýta. Eik Skaløe var gávaður yrkjari og var tann fyrsti, sum sang rokksangir á donskum. Kim Larsen hevur seinni sagt, at tað var Eik Skaløe, sum fekk seg at syngja á donskum heldur enn á enskum, sum hinir í Gasolin ætlaðu. Eik Skaløe var blómubarn, hevði brennandi ævintýra og útferðartráan, men nívdist av innvortis friðloysi og tvørrandi samljóði við seg sjálvan. Hann hvarv á fjakkaraferð eystanfyri, 25 ára gamal. Sum árini eru gingin, er áhugin fyri fyrsta danska rokkpoetinum og gátuføru lagnu hansara støðugt vaksin. Í 2012 skrivaði musikkhøvundurin Jan Poulsen bók um Eik Skaløe. Ævisøgan, ið ber heitið Spejder og steppeulv , fekk ógvuliga góð skoðsmál. Tónleikaritið Gaffa gav bókini fimm stjørnur. Og nú kemur so leikfilmurin um Eik Skaløe. Leikstjórin Ole Christian Madsen, sum fyrr hevur leikstjórnað filmum sum Nordkraft , Prag og Superclassico , hevur leingi gingið við søguni um Eik Skaløe í tonkunum. Frumsýningin í donskum biografum verður 19. februar komandi ár. Í 2003 var útvarpssending um Steppeulvene og Eik Skaløe. Skrokkurin er samrøða við Stig Møller, sum stovnaði Steppeulvene saman við Eik Skaløe. Stig Møller skrivaði allar sangirnar á víðagitnu LP plátuni hjá bólkinum í 1967 Eik átti tekstirnar og sang. 1. juni 2003 var Suni Merkistein á gátt hjá Stig Møller á Jagtvej í Keypmannahavn. Eyðkendi lukturin í íbúðini av hippitorvi varskógvaði, at Steppeulvene eru ektaðir, rótfestir í sínum ungdómshugsjónum, og leggja ikki í at gera seg til annað enn tað, sum teir altíð hava verið heiðaúlvar. Endamálið við uppskotinum er at geva borgarum, sum orsakað av sjúku ella skaða hava mist førleikan, lógarfestan rætt til viðkomandi endurvenjing fyri at endurvinna førleikan. Ein treyt fyri at fáa rættin til endurvenjing er, at eitt heilsustarvsfólk skal hava staðfest ein tørv. Og rætturin til endurvenjing er galdandi, inntil staðfestast kann, at útlit ikki longur eru fyri, at førleikarnir kunnu batna við framhaldandi endurvenjing. Í viðmerkingunum til uppskotið, sum avvarandi partar hava fingið til hoyringar, stendur einki ítøkiligt um, hvussu nógv tað fer at kosta ávíkavist kommunum og sjúkrahúsum at veita lógarásettu tænastuna, tí einki yvirlit er yvir, hvussu nógv fólk í dag fáa tilboðið um endurvenjing, og ikki minst, hvussu nógv IKKI fáa endurvenjing, sum tey nú væntandi fáa rætt til. Men meting, sum byggir á tøl frá Danmarks Statistik yvir útreiðslur í Dnamark til endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing vísir, at um donsku tølini verða umroknað til føroysk viðurskifti, eigur bruttokostnaðurin at verða 10 15 milliónir krónurum árið. Nú tað stundar til, at skotar skulu velja, um teir vilja loysa frá Onglandi ella framhaldandi verða ein partur av Stórabretlandi, verður øll orka løgd í endaspurtin. Tá valhølini lata upp í morgin ári klokkan 7 fara væntandi umleið 50.000 fólk úr báðum legum út á gøturnar í stóru og smáu býunum í Skotlandi at reka. Veljarakanningarnar seinastu dagarnar hava ikki tikið við stóru fjøldina av skotum, sum enn ikki hava gjørt av, hvar krossurin skal setast. Men seinastu veljarakanningarnar, sum hava havt tey ivasomu við, hava víst at millum 5. hvør og 10. hvør veljari ikki enn hevur bestemmað seg. Fyri tveimum vikum síðani varð upplýst, at aðalráðini, sum brúka meira enn fíggjarlógin sigur, vilja hava 50 milliónir krónur í eykajáttanum í ár. Aðalráðini fingu tí boð um at endurskoða síni ynski og síðani senda Fíggjarmálaráðnum nýggj uppskot við lægri tølum enn í fyrstu uppskotunum. Tingfundur verður so aftur týsdagin 30.september kl.10.00, tí tá skal Jørgen Niclasen aftur í tingið at biðja um pengar, tá skal uppskotið um fíggjarlóg fyri 2015 leggjast fram. Herfyri avgjørdi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum at onnur skip kunnu fiska av kvotuni, sum upprunaliga varð latin línuskipum, útróðrarbátum, garnaskipum og øðrum, kvotan er 2.800 tons. Nú hevur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, so avgjørt, at bara skip, sum onga kvotu hava eftir, sleppa fram at teimum 9.300 tonsunum. Í makrelkunngerðini hevur landsstýrismaðurin heimild at loyva øðrum fiskiførum at fiska av felagskvotum, sum líkindi eru fyri ikki verða fullnýttar. Í dag skulu skotar gera av, um teir ynskja at loysa frá Bretlandi og gerast sjálvstøðug tjóð ella verða verandi partur av Stórabretlandi. Spurningurin, sum veljararnir skulu svara, er einfaldur Skal Skotland gerast sjálvstøðug tjóð ja ella nei. Valstøðini lótu upp klokkan sjey í morgun, og skotar kunnu atkvøða til klokkan 10 í kvøld. Tað tekur tíð at telja atkvøðurnar, og tí verður úrslitið ikki tøkt fyrr en tíðliga í morginári. Valluttøkan verður eftir øllum at døma søguliga høg. 97 prosent av teimum, ið hava rætt at atkvøða, hava skrásett seg sum veljari. Tað eru umleið 4,3 milliónir fólk, og harav atkvøða 790.000 veljarar við brævatkvøðu. Seinastu veljarakanningarnar vísa, at tað nú eru fleiri sum fara at atkvøða nei. Ein kanning í Daily Record vísir, at 53 prosent av skotum siga nei, meðan 47 prosent siga ja til loysing. Nýggj skordýrasløg hava fest seg og eru farin at nørast, nýggir fuglar búleikast nú í Føroyum, nýggjar plantur eru komnar og broytingar síggjast eisini í havinum, eitt nú síggjast fleiri nýggj fiskasløg. Her er ikki talan um djór, sum av einari ella aðrari orsøk eru eru vilst til oyggjarnar. Hitin í luftini í Havn, er máldur síðan 1890, og sjóvarhitin á Landgrunninum síðan 1914. Gongdin í hesum mátingum minna nakað um miðalhitan fyri alla jørðina við hitaøking fram til miðskeiðis í 20.øld og síðani køling. Síðan mitt í 1990 unum er hitin í føroyskum øki vaksin umleið eitt hitastig bæði á sjógvi og landi. Alheimsupphitingin kann verða orsøkin til hesa upphiting. Í Mykinessøgnini, søgnini um Snæbjarnarson, Lokkatátti, íslendsku sagaunum, norðurlendskum ævintýrum, ja heilt aftur til Platon, finst eitt tríliðað mýtiskt mynstur sum føroyskur religiónssøgufrøðingur hevur kannað Vanlukkan í Asia 2004 og í Japan 2011 reisir spurningin, um ein tsunami vanlukka kann henda í Atlantshavinum Kanningar vísa, at slíkt er hent í Føroyum, og at smáar tsunami aldur eru ikki óvanligar. Føroyar liggja uttan fyri gosvirkið øki. Føroyar liggja eystan fyri eina rivu, har tvær plát ur flyta seg burtur hvør frá aðrari. Jarðskjálvtar og eldgos henda fram við allari hesi rivu. Hetta øki kenna vit sum Miðatlantsryggin, og Ísland liggur júst á rygginum. Føroyar eru bygdar upp av grótbræðingum frá eldgosum, sum vóru fyri næstan 60 milliónum árum síðan, tá ið henda rivan byrjaði at skilja sundur Evropa og Norðuramerika. Alt gosvirksemi er sloknað í Føroyum fyri langari tíð síðan, og í dag er føroyska økið púra óvirkið viðvíkjandi eld gosum og hørðum jarðskjálvtum. Vit skulu tí ikki vænta tsunami aldur í Føroyum av somu orsøk sum tann, sum rakti Indiahav annan jóladag, nevnliga ein harðan jarðskjálvta tætt við Føroyar. Um Føroyar liggja uttan fyri skjálvta og gos virkið øki, kunnu vit spyrja, um Føroyar kanska ongantíð verða raktar av tsunami aldum So einfalt er tað ikki, tí tað eru nevnliga aðrar hendingar enn jarðskjálvtar, sum kunnu elva til tsunami. Ein tsunami, sum ofta misvísandi verður kallað ein flóðalda, verður skapað av ógvisligum náttúruhendingum í sjónum. Hendingar sum spreingigos, ovurstór omanlop av landi út á hav, ovurstór skriðulop á havbotninum ella at ein stórur loftsteinur úr rúmdini dettur í havið kunnu eins og jarðskjálvtar skapa tsunami aldur. Ógvisliga órógvin fær røring í allan sjógvin, og aldurnar breiða seg sum ringar í sjónum, júst sum tá vit kasta ein stóran stein í eina tjørn. Tá ið risaaldan nærkast landi, sæst tað ofta við, at sjógvurin fløðir ella fjarar óvanliga skjótt. Tá ið tsunami aldan stutta løtu seinni skolar inn yvir landið, kemur nógv tilfar frá havbotninum við, so sandur og steinar skola inn yvir landið saman við vatninum. Nakað av hesum tilfari liggur eftir, tá ið aldan tekur seg aftur. Ein tsunami alda setur soleiðis sítt fingramerki á landslagið, sum kann finnast aftur við jarðfrøðiligum kanningum nógv ár seinni. Jarðfrøðiligar kanningar kunnu avdúka, hvar tsunami aldur hava verið, hvussu stórar tær hava verið, og nær tær hava verið. Tsunami aldur í Atlantshavi. Jarðfrøðiligar kanningar á atlantiska økinum hava víst, at tsunami aldur eru sjáldsamar, men als ikki ókendar. Orsakirnar til tær flestu atlantisku tsunami aldurnar hava verið oman lop av landi út á havið og skriðulop á land grunshellingini út fyri øll meginlondini, men eisini tsunami aldur elvdar av jarðskjálvtum kennast frá miðjarðarhavsøkinum. Eisini í Føroyum eru fingramerki eftir ovurstórar tsunami aldur funnin. Eitt stórt skriðulop, kallað Storegga, hendi út fyri norsku land grunshellingini fyri yvir 7.000 árum síðan, og hendingin elvdi til eina tsunami aldu, sum rakti alt tað norðuratlantiska økið. Storegga skriðan setti gongd á eina ovurstóra tsunami aldu, sum gjørdist einar 16 metrar høg í Noregi, og hon var einar 10 m høg í Íslandi og 5 m høg í Skotlandi. Tekin eftir hesa tsunami aldu eru funnin í vatninum á Vágseiði í Suðuroy og á Eiði, og mett verður, at aldan, sum skolaði inn yvir Føroyar, hevur verið einar 10 12 metrar høg. Lítlar tsunami aldur koma stundum fyri, tá ið berglop henda í bjørgunum, og grótskriður skola út á sjógv í einum. Ein slík hending er kend frá Gjógv. Tann 9. juni 1953 hendi eitt stórt berglop sunnan fyri Borgaran norðarlaga í Kalsoynni. Lopið brast út á sjógv og elvdi til eina tsunami í Djúpunum, sum breiddi seg sum ringar í sjónum og rakti Gjógv løtu seinni. Ebba Joensen greiðir frá hesi hending í Jóla boðum 1987, og Petur Jacob Sigvardsen lýsir eisini hendingina í bókini Úr Gjáar søgu 2 frá 1998. Ein møgulig onnur frásøgn er úr Sørvági í bókini Sørvágur og sørvingar II eftir Sonna Jacobsen. Her verður greitt frá, at góðveðurs dagin tann 14. august 1916 reistist ein stór alda av marbakkanum og skolaði inn yvir all an sandin niðan á kirkjugarðin. Tíbetur vóru børnini júst farin av sandinum niðan at eta døgurða, so eingin fekk skaða av hesi aldu. Tað er ikki óhugsandi, at fleiri slíkar frásagnir finnast í Føroyum, og at hesar hendingar eru ábendingar um tsunami aldur, elvdar av stórum omanlopum í bjørgunum nærhendis. Eftir samráðingar millum Vinnunevndina og ráðgevar er komið fram til, at til ber at leggja sjóhita inn í Sjóvinnuhúsið fyri eina upphædd, sum býráðið vónandi kann góðtaka, sigur Sjúrður Olsen, formaður í Vinnunevndini. Tórshavnar býráð samtykti í august at játta 73,9 milliónir av íløgunum hjá Tórshavnar havn fyri 2014 15 til at umvæla Sjóvinnuhúsið liðugt. Í uppskotinum varð tó ikki sum ætlað mælt til at brúka sjóhita, men heldur fyribils at gera klárt til fjarhita. Orsøkin var, at kostnaðurin av at leggja sjóhita í húsið fór at liggja um 8 til 9 milliónir. Tað vóru fleiri býráðslimir ónøgdir við, og á býráðsfundi 14. august varð eitt broytingaruppskot frá borgarstjóranum samtykt, har mælt varð til, at ein endalig orkuloysn varð løgd fyri býráðið aftur í seinasta lagi um tveir mánaðir. Síðan hevur Vinnunevndini í kommununi endurskoðað spurningin um fjarhita ella sjóhita, og nevndin er vend aftur til upprunaligu ætlanina. Býráðsfundur verður í kvøld, og tá vónar Sjúrður Olsen, formaður í Vinnunevndini, at býráðið tekur undir við nýggja uppskotinum um at hita Sjóvinnuhúsið við sjóhita. 22 ára gamla Maria Winther Olsen hevur vunnið eina filmskapping fyri ung, sum skuldi vísa at í Norðurlondum skal vera pláss fyri øllum. Stuttfilmurin eitur Balance og snýr seg um javnstøðu millum kynini. Maria hevur skrivað handritið og hevur eisini leikstjórnað. sendingini viðgera Hans Andrias Sølvará, lektari í Søgu og Poul Guttesen, lektari í kristni, siðalæru og lívsáskoðan, burðarsøgu Jesusar út frá einum søguligum sjónarmiði. Frá vit verða fødd, sova vit ein triðjapart av lívinum. Hóast granskarar hava kannað hetta í fleiri tíggjuár, so vita vit enn ikki við vissu, hví tað er neyðugt at sova. Áleið 20 tekstir komu til 650 orð á hesum sinni. Nú er nýggj uppgáva latin. Vitja Góðan morgun Føroyar á Facebook fyri at kunna teg nærri um hana. Til dømis vil ein samanseting við nógvum børnum og ungum hava við sær, at neyðugt er at hava nógvar vøggustovur, barnagarðar, fólkaskúlar, miðnámsskúlar og tílíkt. Á sama hátt vil ein samanseting við nógvum eldri fólki hava við sær, at neyðugt er at byggja sambýli, ellisheim, røktarheim, heimahjálp og so framvegis. Samansetingin av fólkinum hevur tískil ikki einans týdning fyri sosiala lívið í økinum, men eins stóran týdning fyri búskapin, fíggjarlógina, vinnuna og annars raksturin av landinum. Fólkatalsfrøði, demografi, er læran um, hvussu fólka mongdin broytist gjøgnum tíðina. Her verður hugt eftir støddini, bygnaðinum og býtinum av fólkamongdini, og hvussu fólkamongdin broytist gjøgnum tíðina av føddum, deyðum, fluttum og av at folk gerast eldri. Fólkatalsfrøðiligar greiningar kunnu fevna um samlaða fólkið ella um bólkar út frá ymsum ásetingum til dømis útbúgving, tjóðskap, átrúnaði og uppruna. Havhestur hoyrir til stormfuglabólkin saman vid skrápi, súlukongi, drunnhvita og albatrossi. Teir eru allir fuglar, ið sveima og gliða lættliga í luftini. Teir nýta vindin sum uppburð. Havhestur er førur fyri at fáa ferð á, bert við nøkrum fáum títtum veingjasløgum. Hann heldur veingirnar stívar og kennist tiskil á flognum. Honum dámar væl at balast í illveðri. Er vandi á ferð, hevur havhestur tó ikki lætt við at snúgva sær, eisini hevur hann ilt við at koma á flog og fer flaksandi eftir sjónum. Nógvir útlendingar sum søkja um uppihaldsloyvi í Føroyum, leita sær hjálp hjá føroysku fólkatingslimunum, millum annað tí bíðitíðin eftir svari ofta er long. Tað vísir, at rættartrygdin er ov ring, tá søkt verður um uppihaldsloyvi, sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, sum hevur sitið á Fólkatingi fyri Tjóðveldi í trimum umførum. Andras Róin er stjóri í Bústøðum. Hann sigur, at Húsalánsgrunnurin og Íbúðagrunnurin lótu lán til sjálvsognarstovnin undir Kráarbrekku, til íbúðirnar og sambýlið Í 2010 upplivdi Hans Eiler Hammer, prestur, tað, sum fyri tey flestu er sum tann ringasta marran. Hann bleiv av norsku myndugleikunum ákærdur fyri pædofili móti síni egnu dóttir. Í sendingini greiðir Hans Eiler Hammer fyri fyrstu ferð frá, hvussu hann upplivdi hetta tíðarskeiðið, og hvussu lívið hevur verið, síðani hann í 2011 bleiv fríkendur á øllum økjum. Fólkaatkvøða er í Skotlandi í dag um at loysa frá Bretlandi, og verður meiriluti fyri tí, fer Skotland úr samveldinum við Ongland, Wales og Norðurírland. Og í seinastu veljarakanningini, sum Daily Record hevur gjørt, siga 53 prosent av skotum nei, meðan 47 prosent siga ja til loysing. Fólkaatkvøðan tykist vera komin heldur óvart á, og grundin er, at tjóðskaparflokkurin, SNP, vann avgjørdan meirluta í skotska tjóðartinginum í 2011, og so fangaði borðið. Hvør er tann søguliga bakgrundin til politisku støðuna nú, hví er so stórur munur á politisku mentanini í ávíkavist Skotlandi og Onglandi, og hvussu hava loysingarrørslan og sambandsrørslan handfarið ríkisrættarliga spurningin Nú Leonard Cohen rundar tey 80 sunnudagin 21. september, skifta vit orð við Hanus Kamban, rithøvund, um serliga skaldskap Cohen, eins og vit hoyra brot úr tónlistarliga arvi Leonard Cohen. Eisini ummælir Bergur D. Hansen, bókmentafrøðingur, bókina Loysingarpolitikkur í 1940 árunum eftir Jákup Thorsteinsson, sum Forlagið Sprotin gav út Flaggdagin. Vit vitja eisini í Listaskálanum, har Hansina Iversen, listakvinna, leggur seinastu hond á nýggja framsýning, ið letur upp fríggjadagin 19. september, eins og Urd Johannesen, samskipari í Norðurlandahúsinum, sigur okkum um tvær verkstovur, ið eru á skránni um vikuskiftið onnur um binding og bindilist, og hin um kynstrið at siga eina søgu sum teknirøð. Ásla Johannesen legði Føroyar á odda 1 0, tá 16. minuttir vóru farnir. Í seinna hálvleiki øktu Jensa Olsen og Arnborg Lervig til ávikavist 2 0 og 3 0. At fólk eru skrásett frammanundan er treyt fyri, at tey kunna fara á val í dag. Valhølini eru opin til klokkan tíggju í kvøld, og ikki fyrr enn tá byrjar uppteljingin í teimum 32 valdømunum, sum Skotland er býtt upp í. Tá verða eisini brævatkvøðurnar taldar, sum eru slakar 800.000 í tali. Tá uppteljingin er liðug í hvørjum valdømi sær, skal valdømisleiðarin boða leiðarum fyri landsúrslitið frá, og ikki fyrr enn tað er gjørt, fer úrslitið víðari til fjølmiðlarnar. Teir telja sjálvsagt upp og gera framskrivingar, men almenna landsúrslitið verður neyvan almanna kunngjørt fyrr enn millum hálvgum sjey og hálvgum átta fríggjamorgunin. Saman standa vit sterkari, sigur løgmaður og vísir enska forsætisráðharranum, David Cameron, sín stuðul, í samrøðu við danska blaðið, Berlingske , í dag. Løgmaður sigur seg skilja ynski hjá teimum, sum vilja loysa Skotland frá Bretlandi, men er ikki samdur og samanber við ríkisfelagsskapin millum Danmark, Grønland og Føroyar. Tað er ein keðilig støða fyri David Cameron, um hann gerst forsætisráðharrin, sum missir Skotland úr bretska samveldinum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, við blaðið. Hoyr og síggj Súsonnu Olsen, námslektara á Fróðskaparsetrinum, greiða Rólanti Waag Dam frá, hvørjar avleiðingar fólkaatkvøðan í Skotlandi í kvøld kann fáa fyri Stóra Bretland. Einki tos um whisky úr Skotlandi uttan eisini at smakka eitt sindur uppá stóru útflutningsvøruna hjá landinum. Her roynir tann eini verturin skotskt whisky. Tosað varð eisini um, hvønn týdning whisky hevur fyri útflutningsvinnuna í Skotlandi, ið er størsta útflutningsvøran hjá landinum aftaná gass og olju. Hoyr Sissal Kjartansdóttir Kristiansen, lýsingarráðgeva, greiða frá, hvussu hon heldur, tað hevur eydnast at flyta atkvøður á skotsku fólkaatkvøðuni við sjónvarpslýsingum. Vegna skotsku stjórnina, viðurkenni eg, at ein meirilutin av skotum ikki ynskja loysing í løtuni, so eg heiti á øll kring landið um at viðurkenna úrslitið. Tað segði Alex Salmond, formaður í skotska loysingarflokkinum, SNP, klokkan seks í morgun, tá hann ásannaði, at hann hevði tapt fólkaatkvøðuna. Spurningurin er so, hvat nú fer at henda í Skotlandi Alex Salmond segði, at hann nú fór at miðsavna seg um at byggja land og ikki at niðurbróta tað. Tað hevði hann skrivað undir uppá. Men tað er greitt, at vit hava fingið nøkur lyftir um størri ávirkan og sjálvstýri, og tað fari eg at syrgja fyri verður virt. 45 prosent, sum er 1,6 milliónir skotar, ynskja loysingar. Eingin av okkum hava droymt um, at hetta var gjørligt, tá vit fór upp í politikk. Tað skal ikki vera til fánýtis, segði Alex Salmond, formaður í skotska loysingarflokkinum, SNP. Skotar hava valt jaliga broyting heldur enn óneyðugan skilna. Tað var niðurstøðan hjá Alistair Darling, leiðari fyri sambandsrørsluna, BetterTogether. Vit viðurkenna, at valstríðið hevur skapt eina gjógv millum JA og NEI síðurnar, og tað er ein gjógv, ið vit nú mugu byggja brúgv yvir. Alistair Darling gjørdi samstundis vart við, at broytingar eru ávegis, men úrslitið er eisini greitt Skotar ynskja at verða verandi partur av Stórabretlandi. Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu fær nú 4.788 krónur meira um mánaðin í borðfæi at brúka til móttøkur og onnur tiltøk, hann hevur sum borgarstjóri. Orsøkin til broytingina er alsamt vaksandi umboðandi arbeiðið hjá borgarstjóranum og øktar útreiðslur av tí, stendur í gerðarbókini um býráðsfundin í gjárkvøldið. Níggju býráðslimir atkvøddu fyri at hækka borðfæið, Tjóðveldi atkvøddi ímóti, og sjálvur var Heðin Mortensen ikki við í viðgerðini og atkvøðugreiðsluni. Jógvan Arge í Tjóðveldi hevði eitt broytingaruppskot um, at býráðið vísir málið til umsitingina hjá Tórshavnar kommunu at gera púra greitt, hvørjar heimildir býráðið hevur á hesum øki og leggja frágreiðing um tað fyri býráðið sum skjótast. Býráðið samtykti eisini í gjarkvøldið at lækka árligu samsýningina hjá varaborgarstjórunum 50 prosent, so hon fer úr tíggju prosentum av borgarstjóralønini niður í fimm prosent. Líkt er til, at tað verða yvir 100 nýggj grundstykki tøk á Argjum um eitt ár. Tórshavnar býráð samtykti í gjárkvøldið at keypa eitt stórt stykki Undir Kongavarða á Argjum frá Eik fyri 14,5 milliónir krónur. Tróndur Sigurðsson, formaður í byggi og býarskipanarnevndini hjá býráðnum sigur við in.fo , at ætlanin er at bera skjótt at, og hann væntar, at um eitt ár ella so verða grundstykkini lýst til sølu. Ætlanin er ikki at byggja íbúðarblokkar, men at útsykkja einstøk grundstykki og raðhús. Tróndur Sigurðsson vísir á, at ætlanin er at útstykkja 80 grundstykki, sum eru 400 fermetrar til støddar, og á einum øðrum stykki skal pláss verða fyri 32 raðhúsum. Sostatt verður pláss fyri 112 nýggjum húsum. Ætlanin er eisini at matvøruhandli skal verða í økinum, sigur Tróndur Sigurðsson. Býráðslimir tóku væl undir við hesum, tí stórt trot er á grundstykkum. Verða ímillum 10 og 12 ár Fødd í 2002, 2003 ella 2004 Verða tvey børn við sama áhugamáli, til dømis ganga til fótbólt hjá KÍ, eru á estetiska fimleikaliðnum hjá Støkk ella passa gæs. Fyri at verða við, skulu tit senda okkum ein film, ið sigur hvørji tit eru og hví akkurát tit skulu við í kappingina. Ein nevnd velur bestu filmarnar luttakararnar til kappingina Um filmin Skal verða ímillum 1 og 2 min langur Um tit filma við fartelefon, skal filmurin liggja Filmurin skal byrja við, at tit siga tykkara áhugamál t.d KÍ leikararnir Í hvørfalli Um tit ikki duga at klippa, kunnu vit gera tað fyri tykkum Um tit verða við í kappingini, verður filmurin hjá tykkum vístur í sjónvarpinum. Orrusta er spurnakapping í almennari vitan, umframt tríggjar spurningar um júst tykkara frítíðarítriv. Tað ræður um at vera kvikari enn mótstøðuliðið, og tora at fara í orrustu. GG Øll feltini skulu fyllast út Um skipanin heldur at okkurt er galið, eru tey feltini merkt við reyðum kanti, nøkulunda soleiðis alert hello Umhvørvisstovan sigur í hoyringarskrivi til aliumsitingina á Heilsufrøðilgu Starvsstovuni, at hon hevur ikki enn fingið úrslit frá botnkanningum á broytta og víðkaða aliøkinum á Árnafirði, nú P f Bakkafrost Farming hevur søkt um at endurnýggja aliloyvið á Árnafirði. Umhvørvisstovan hevur mælt til, at umfatandi metingar verða gjørdar av møguligari ávirkan frá alingini á umhvørvi og vistskipanir. Umhvørvisstovan sigur seg ikki vita, hvussu dálkingarstøðan á nýggju staðsetingini á Árnafirði er. Tí er ilt at meta um, hvørt økið er væl egnað til aling, stendur í hoyringarskrivinum. Í beinleiðis sjónvarpi boðaði hann frá, at hann ikki var rætti maðurin at leiða landið longur. Hann verður tó sitandi til 15. november, tá val verður í flokkinum. Nicola Sturgeon, næstforkvinna í SNP er eitt gott boð uppá nýggja forkvinnu. Hon hevur verið sterki viðspælarin hjá Alex Salmond og so vann hon fólkaatkvøðuna í valdømi sínum, Glasgow. Skotski forsætismálaráðharrin hevur í dag lagt kongin. Í beinleiðis sjónvarpi boðaði hann frá, at hann ikki var rætti maðurin at leiða landið longur. Hann verður tó sitandi til 15. november, tá val verður í flokkinum. Nicola Sturgeon, næstforkvinna í SNP er eitt gott boð uppá nýggja forkvinnu. Nýggi stjórin skal taka við 1. november, tá Súsanna Danielsen, sum hevur verið stjóri í løgtinginum seinastu 18 árini, leggur frá sær. Eisini vóru vit ein túr niðri í býnum hóskvøldið. Unga Tjóðveldi var savnað í Gamla Apoteki, har tey livestreamaðu fólkaatkvøðuna í Skotlandi. Skotar valdu at lækka valaldurin til valið, og Erika Hayfield, sum hevur PhD í samfelagsfrøði, greiddi okkum frá, hvørjar avleiðingar hetta kundi hava á valið. Bókin Lat eisini meg, verður at hoyra leygarmorgnar klokkan 9.30 og sunnudagar klokkan 17.10 í útvarpinum. Bókin er í 11 pørtum. Eyð Berghamar Jacobsen lesur. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2013. Bókin Lat eisini meg er nýggj upprunaføroysk bók um happing. Ein hjartanemandi søga um at kenna seg uttanfyri Halldóra Dam hevur skrivað bókina, sum eisini er fyrsta bók úr hennara hondum. Bókin er um gentuna Drós, sum verður illa happað í flokkinum. Hvør einasti dagur er eitt satt stríð at koma ígjøgnum, tí hon veit ongantíð, hvat hon kann vænta sær. Drós gongur einsamøll við hesum, ongin veit av nøkrum uttan sjálvandi happararnir. Men so ein dagin kemur Rita at ganga í flokki saman við Drós, og tá fer knappliga okkurt at henda, tí Rita ræðist ikki, hvat onnur halda, at ein eigur at gera. Hon hevur sín egna vilja, og hon vil vera saman við Drós, tí henni dámar hana Hetta er ein bók beint úr gerandisdegnum og lýsir eitt fyibrigdi, sum nógv børn tíverri kenna aftur. Bókin er serliga væl egnað til tey 9 til 12 ára gomlu. Umhvørvisstovan sigur í hoyringarskrivi til ali umsitingina á Heilsufrøðilgu Starvsstovuni, at hon hevur ikki enn fingið úrslit frá botnkanningum á broytta og víðkaða aliøkinum á Árnafirði, nú P f Bakkafrost Farming hevur søkt um at endurnýggja aliloyvið á Árnafirði. Umhvørvisstovcan metir tað vera skilagott at flyta alingina longri út á fj ørðin, har sjógv útskiftið er størri. Orsøkin er, at aliøkið innari á fjørðinum áður hevur víst seg at vera dálkað av alingini. Umhvørvisstovan hevur samstundis mælt til, at aliøkið innari á fjørðinum verður strikað, um alingin verður flutt longri út. Umhvørvisstovan hevur áður víst á tað óhepna í, at allir firðir og sund verða lagdir út til aling. Umhvørvisstovan hevur mælt til, at umfatandi metingar verða gjørdar av møguligari ávirkan frá alingini á umhvørvi og vistskipanir. Umhvørvisstovan sigur seg ikki vita, hvussu dálkingarstøðan á nýggju staðsetingini á Árnafirði er. Tí er ilt at meta um, hvørt økið er væl egnað til aling, stendur í hoyringarskrivinum. Ein russisku sjómaður sló í gjárkvøldið ein føroying á skeinkistaði í Eysturoynni. Slagið var somikið meint, at brillurnar brotnaðu, og maðurin fekk snudd yvir øðrum eyganum. Politiið tók russiska sjómannin, og tá hann er edrúur, skal hann grundlógaravhoyrast. Kravið verður, at russarin verður dømdur fyri harðskap, og at hann síðani verður vístur av landinum. Annars var ólevnaður av ymsum slag í nátt, og húsaófriður onkrastaðni, men einki stórvegis hendi kortini í teimum førunum, upplýsir vakthavandi á politistøðini í Havn. Norðuramerikanska loftverjuskipanin, NORAD, váttar fyri Reuters tíðindastovuni, at tvey amerikansk krígsflogfør jagstraðu russisku hernaðarflogførini burtur úr økinum. Dagin eftir sóu kanadisk flogfør tvey russisk flogfør í kanadiskum loftrúmi. Ein amerikanskur embætismaður segði við CNN, at Washington setur russisku hernaðarflogførini í samband við ukrainska forsetan, Petro Porosjenko, sum er á vitjan í USA og Kanada hesa vikuna. Russisku flogførini flugu ikki inn í kanadiskt ella amerikonskt loftrúm, men tey flugu í loftrúmi, sum er amerikanskt og kanadiskt eftirlitsøki. Eisini Svøríki hevur havt vitjan av tveimum russiskum hernaðarflogførum, sum ígjár flugu í svenskum loftrúmi, sunnan fyri Øland. Svenska uttanríkisráðið hevur sent Russlandi eitt formelt mótmæli um hendingina. Fyrstu ávaringarnar komu herfyri frá amerikanska tjóðbankanum um eina partabrævabløðru sum kann bresta, við teimum fylgjum sum tað hevur við sær. Síðani kom sama ávaring frá OECD, sum er búskaparligur stovnur fyri lond í vesturheiminum. Og nú er skriv komið frá Altjóða Valutagrunninum, IMF, sum sigur tað sama. IMF hevur kunngjørt sína meting uppundir G 20 toppfundin sum er um vikuskiftið. Og IMF sigur seg síggja fleiri vandar í heimsbúskapinum. Tað gongur ov seint at fáa ferð á aftur búskapin í fleiri londum. Tað hevur aftur við sær, at nógvir pengar verða nýttir, eisini pengar sum lítil trygd er fyri. Tað kann sum frálíður hava við sær, at rentan fer at hækka, og samstundis er vandi fyri at íløguhugurin fer at minka. Hendir tað, so er vandi á ferð, sigur IMF. Fyrstu ávaringarnar komu herfyri frá amerikanska tjóðbankanum um eina partabrævabløðru sum kann bresta, við teimum fylgjum sum tað hevur við sær. Síðani kom sama ávaring frá OECD, sum er búskaparligur stovnur fyri lond í vesturheiminum. Og nú er skriv komið frá Altjóða Valutagrunninum, IMF, sum sigur tað sama. IMF hevur kunngjørt sína meting uppundir G 20 toppfundin sum er um vikuskiftið. Og IMF sigur seg síggja fleiri vandar í heimsbúskapinum. Tað gongur ov seint at fáa ferð á aftur búskapin í fleiri londum. Tað hevur aftur við sær, at nógvir pengar verða nýttir, eisini pengar sum lítil trygd er fyri. Tað kann sum frálíður hava við sær, at rentan fer at hækka, og samstundis er vandi fyri at íløguhugurin fer at minka. Hendir tað, so er vandi á ferð, sigur IMF. Í boðunum sigur felagið, at fólk ikki missa peningin, men at hann verður goldin aftur. Men ferðaseðlarnir sum tey hava keypt, eru ikki galdandi, og kunnu ikki nýtast, stendur í boðunum. Grønlendska blaðið, Sermitsiaq avdúkaði herfyri, at Greenland Express Air, ikki kemur undir tær garantireglur sum eru galdandi í danska ríkinum. Tað kemur av, at felagið hevur høvuðsskrivstovu í Íslandi, og adressan er postboks hjá einum advokati. Fer felagið á húsagang, so fáa viðskiftafólkini einki aftur, uttan so at tey hava egna trygging. Tey sum hava keypt ferðaseðil, mugu so keypa nýggjan ferðaseðil, og mugu eisini rinda fyri uppihald og annað. Greenland Express Air hevur eitt Fokker 100 flogfar. Tað fleyg fyrsta túrin úr lborg tann 17. juni, og ætlanin hevur verið at flúgva ímillum Danmark, Ísland og Grønland. Lurtari spyr, hvussu man sigur við vermóður, at man ikki dámar matin hjá henni. Tað ger man ikki, eru Henrik Old, Marjun í Kálvalíð og Símun Jóannesarson Hansen á einum máli um. Men tey hava ymisk boð uppá, hvør loysnin kann vera. Tríggir aðrir spurningar vóru eisini hesaferð. Ein spyr, um hon skal noyða 16 ára gomlu dóttrina, sum ikki luttekur í sosialum tiltøkum, út, ein annar lurtari spyr, hvussu man fær 25 ára gomlu dóttrina at flyta út og ein triði lurtari illneitast inn á vinmann, sum altíð hevur eina betri søgu at fortelja, um hann hoyrir eina góða. Also varð send beinleiðis úr Runavík hesaferð. Ave er Benjamin Petersen og Petur Pólson. Síðani 2010, tá hesir fóru undir tónleikaligt samstarv, hava teir latið frá sær Transit hjá Petur Pólson, sum Benjamin framleiddi, skrivaði løg til og var tónleikari á. Dysturin hjá kvinnum verður klokkan 17 millum føroyameistararnar úr Kyndli og steypafinalistarnar úr Neistanum, og dysturin hjá monnum verður klokkan 19 millum føroyameistararnar úr KÍF og steypavinnararnar úr Kyndli. Spælt verður um tvey spildurnýggj steyp, Lionsbikørini, sum spælast skal um næstu tíggju árini ella til eitt felag hevur vunnið oftari enn onnur. Meira ítøkiligt er talan um at stuðla keypi av einum serligum lasertóli, ið gevur blindum føroyingum møguleika at virka allar møguligar gagnlutir. Ágóðin frá Ólavsøkuframsýningini hjá Lions Club Tórshavn fer til sama endamál, og í tí sambandi fær Sjóndepilin í hálvleikinum á mansdystinum handaðar 50.000 krónur. Grindamannafelagið hevur gjørt av ikki at vera við, tí tað er til fánýtis at royna at lýsa føroysku støðuna mótvegis felagskapinum, sigur formaðurin í Grindamanafelagnum, Ólavur Sjúrðarberg. Sterku hondbóltstjóðirnar Serbia og Grikkaland verða mótsstøðuliðini, tá føroyska U21 hondbóltslandsliðið hjá monnum skal royna seg í HM undankappingini til endaspælið, sum verður leikt 9 11 januar komandi ár. Serbia er millum tær sterkaru hondbóltstjóðirnar, og árgangurin, sum Føroyar skal møta, endaði fyrr í ár nummar átta í EM endaspælinum. Grikkaland kom ikki í endaspælið, men endaði nummar tvey í undankappingini frammanfyri Ísland og Italia. Føroysku fyrireikingarnar til undankappingina, sum verður hildin í Grikkalandi, eru longu farnar í gongd, og í dag eru 25 spælarar møttir til fund og venjing. Nýggi flokkurin, Partii Naleraq, fær 4,3 prosent atkvøðunum, og tað er umleið tríggjar ferðir so nógv sum eitt nú flokkurin Partii Inut, sum bert fær stuðul frá 1,6 prosentum av veljarunum. Samgonguflokkurin Atassut hevur afturgongd upp á 1,4 prosent í mun til valúrslitið í marsmánað í fjør. Atassut flokkurin fær tó framvegis stuðul frá 6,8 prosentum av velarjunum, og í hølinum á teimum koma Demokratarnir við 6,4 prosentum. Kanningin vísur eisini, at best umtókti limurin í grønlendska landsstýrinum er Martha Lund Olsen, sum er landsstýriskvinna í familju og lógarmálum. Seinnapartin vórðu tvær ær og tvey gimburlomb flett og sundurlimað. Hesi vóru síðani, saman við livandi seyði, seld á uppboðssølu í bygdini. 200 lastbilar úr Moskva komu í dag við neyðhjálp til fólkið har eystri í Ukraina, har har blóðigir samanbrestir hava verið millum pro russiskar deildir og ukrainska herdeildir. Talan er 2.000 tons av neyðhjálp, eitt nú matur í blikkum, morgunmatur, heilivágur, streymur, vatn í fløskum og heit klæði. Hetta er triðja lastbilafylgið sum er komið við neyðhjálp til landið. Tíðindastovan, Itar Tass, skrivar, at ukrainskir marknavørðar og umboð fyri ReyðaKross høvdu møguleika at kanna lastina við neyðhjálp, men hvørgin tók av tilboðnum. Tíðindini um triðja lastbilafylgið bórust bert fáar tímar eftir, at umboð fyri stjórnina i Kijev og leiðarar fyri pro russisku deildirnar í Eystur Ukraina samdust um eina ætlan um frið. Samráðingar verða mikudagin í egyptiska høvuðsstaðnum, Kairo, skrivar tíðindastovan, AFP. Seinast, tá partarnir hittust við samráðingarborðið, varð semja gjørd um vápnahvíld í Gaza, sum hevur verið hildin síðan. Tann semjan varð gjørd 26. august, aftaná 50 dagar við friðartingingum millum Ísrael og stríðshugaðar palestinar í Gaza. Tá varð eisini avgjørt, at nýggjar samráðingar um frið í Gaza skuldu takast uppaftur í september, skrivar AFP. Egyptaland hevur boðið eini palestinskari og eini ísraelskari sendinevnd at halda fram við friðarsamráðingunum í Kairo 24. september, sigur ein palestinskur embætismaður sambært tíðindastovuni. Ísrael hevur enn ikki váttað upplýsingarnar um friðarsamráðingarnar. Tað hevur hinvegin ein dulnevndur talsmaður fyri Egyptaland gjørt fyri AFP. Seinast, tá ófriður var í Gaza, lótu fleiri enn 2140 palestinar lív, meginparturin av teimum vóru sivil fólk. Á ísraelsku síðuni mistu 73 fólk tá lívið í ófriðinum. Bispurin og dómpróvsturin luttaka á guðstænastuni í kirkjuni á Sandi í dag, nú bygdafólkið kann hátíðarhalda, at kirkjan hjá teimum er farin um tey 175 árini, skrivar in.fo Jákup Reinert Hansen, ið var prestur í Sandoyar prestagjaldi í meira enn tretivu ár, prædikar á hátíðarguðstænastuni í dag, tá kirkjugongdin verður. Útvarpið sendir beinleiðis frá hátíðarguðstænastuni í kirkjuni á Sandi í dag klokkan 12. Guðstænastan kann eisini hoyrast beinleiðis á netinum her Beinleiðis útvarp letur upp í nýggjum kaga Tað sigst vera eitt tað best eftiransaða staðið í heiminum, hvat viðvíkur trygdini Hvítu húsini í Washington, bústaðurin hjá amerikanska forsetanum og familju hansara, har eisini nøkur av embætisfólkum hansara starvast. Kortini eydnaðist tað fríggjadagin 42 ára gamla Omar Gonzales at koma sær inn um trygdargirðingarnar við einum knívi uppi á sær, skriva útlendskir miðlar. Secret Service, ið hevur dagligu ábyrgdina fyri trygdini í Hvítu húsunum, segði aftaná hendingina, at maðurin var óvápnaður. Ríkisákærin sigur nú, at maðurin bar knív, og tískil eisini verður ákærdur. 42 ára gamli Omar Gonzales er avhoyrdur um hendingina fríggjadagin. Enn er ikki greitt, hvat hann ætlaði at gera í Hvítu húsunum, vápnaður við einum knívi við níggju sentimetrar longum blaði. Trygdarløgreglan, Secret Service, hevur longu boðað frá, at trygdin í Hvítu húsunum í Washington verður herd enn meira aftaná hendingina, ið fór fram fríggjadagin. Amerikanski forsetin, Barack Obama, og familja hansara vóru ikki í Hvítu húsunum, tá maðurin tók seg inn um trygdargirðingarnar. Talan er um álvarsamasta brotið á trygdina í Hvítu húsunum, síðan Obama tók við sum forseti í 2009. Kanningin hjá Gallup Føroyar vísur eisini, at 47 prosent halda, at fiskirættindini fyri ein part eiga at verða seld á almennum uppboði, 25 prosent eru í móti og 27 prosent vita ikki. Kanningin snýr seg ikki bara um fiski og alivinnu. Spurt varð eisini, um almennu partabrøvini í BankNordik eiga at verða seld. Her vóru svarini meiri javnt býtt. 28 prosent taka undir við, at tey skulu seljast, 30 prosent eru í móti, og 42 vita ikki. So at siga eingin var í iva í spurninginum, um øl og vín skulu seljast í matvøruhandlum. Her svaraðu tvey út av trimum, 63 prosent ja, 33 prosent nei, og 4 prosent vita ikki. Meira enn helvtin av teimum spurdu eru ímóti, at brúkaragjøld verða partur av inntøkum hjá landinum. 57 prosent eru í móti, 24 prosent taka undir við tí, og 19 prosent vita ikki. Spurt varð eisini, um samkynd eiga at kunna giftast borgarligt. 61 prosent av teimum spurdu eru fyri, 32 prosent ímóti, og 7 prosent vita ikki. Kanningin hevur nakrar mánaðir á baki, tó at úrslitini ikki eru almannakunngjørd fyrr enn nú. Gallup Føroyar sigur, at kanningin er grundað á telefonkanning, sum er gjørd í tíðarskeiðinum 22. 30. apríl. 528 fólk, eldri enn 15 ár, eru spurd. Um óvissuna í kanningini, sigur Gallup Føroyar, at tá eitt nú 30 prosent siga nei til, at almennu partabrøvini í Bank Nordik eiga at verða seld, so eru sannlíkindini 95 prosent fyri, at millum 26,1 prosent og 33, 9 prosent halda tað. Enn er ikki greitt, hví MH17 flogfarið hjá Malaysia Airlines varð skotið niður eystarlaga í Ukraina 17. juli í summar. Hesum skal nú kortini greiða fáast á, ætlar ein týsk fyritøka. Týska fyritøkan Wifka hevur lovað 30 milliónir dollarar, svarandi til slakar 174 milliónir krónur, til teirra, ið koma við upplýsingum, sum kunnu avdúka, hvør skeyt flogfarið hjá Malaysia Airlines niður. Tað er eitt privat viðskiftafólk, ið letur tær 174 milliónir krónurnar, og peningurin er longu tryggjaður í einum banka í Sveis, skrivar Jyllands Posten á netinum. Hollendsku myndugleikarnir hava, saman við Malaysia Airlines, kannað flogvanlukkuna í tveir mánaðir, uttan tó at vera komin til nakra niðurstøðu. Tá Mortan Rasmussen byrjaði í 1. flokki í Klaksvíkar skúla, vóru 60 næmingar í árganginum. Bert 12 vóru eftir, tá tey tóku realprógv í 1957. Mortan fór í læru á Post Telegrafverkinum í Danmark. Arbeiddi í Kastrup og Køge og avloysti víða um Sjælland. Hann var eitt skifti í herinum, har hann byrjaði í telegraftroppunum. Eina tíð tók hann sær av hermannaposti á Kastellinum. Bert einans jól var hann heima hesi árini. Hann og nakrir vinmenn fóru um Esbjerg til Grimsby, har teir teir fingu fatur í línubátinum Jákupi B . Philip Breedlove sigur, at skotbardagarnir nú kunnu samanberast við støðuna, sum var, áðrenn vápnahvíldin kom í lag fyri góðum tveimum vikum síðani. Generalurin sigur sostatt, at vápnahvíld skal eitast at verða, men at tað, sum fer fram í Ukraina, ikki er samsvarandi við nakra vápnahvíld. Ukraina ákærir Russland fyri at vápna loysingarrørsluna, men hetta hava russar avsannað ferð eftir ferð. Meira enn 3000 fólk eru deyð í bardøgunum har eysturi í landinum síðani apríl mánað. Vápnahvíld varð gjørd 5. september, men bardagar hava javnan verið síðani tá. NATO generalurin segði eisini, at nakrar russiskar herdeildir eru farnar úr Ukraina og aftur til Russlands, men at tær enn eru tilreiðar, skuldi tað verið ynskiligt. NATO hevur ætlanir um at brynja sínar herdeildir í londum kring Russland, eitt nú teimum baltisku, sum plagdu at vera partur av sovjettiska eystanveldinum. Ein nýggj avtala varð annars almannakunngjørd í gjáramorgun, sum umboð úr Ukraina, Russlandi, úr loysingarrørsluni og Felagsskapinum fyri Trygd og Samstarvi í Europa, OSCE, hava gjørt. Tað var fyrrveranadi forsetin í Ukraina, Leonid Kuchnma, sum legði nýggju avtaluna fram. Ein avtala um vápnahvíld, sum er í níggju pørtum. Avtalan fevnir millum annað um at gera eina 30 kilometra trygdarsonu, at seta forboð fyri hernaðarligari flúgving í einum parti av eysturukraina og afturtøku av fremmandum leiguherdeildum á báðum síðum, sum tað stendur. Hanus Kamban fer at greiða frá uppvøkstrinum hjá Leonard Cohen í Montreal, og frá hansara jødiska umhvørvi. Víðari verður greitt frá, hvussu rithøvundurin Cohen í 1967 68 gjørdi lopið til at gerast sangari og seinni eitt tað mest lýsandi ikonið á rock og beat pallinum. Fyrilesarin viðger hansara kendastu sangir, teirra millum Suzanne, Sisters Of Mercy, Hallelujah, So Long, Marianne, If It Be Your Will og Alexandra Leaving. Tekstirnir og løgini hjá Cohen eru skapt á mótinum millum erotikk og andaligan longsul, millum Mount Baldy og Boogie Street. Eisini hesin spenningur í tekstunum hjá Leonard Cohen verður lýstur í fyrilestrinum, stendur at lesa um tiltakið, ið verður í Norðurlandahúsinum seinnapartin. 3,5 milliardir ferðir hvørt samdøgur. So oftani brúka tú og onnur fólk í heiminum Google, tá leitað verður eftir kunning um eitthvørt á internetinum. Skjótt verður fyritøkan tó kend fyri onnur ting eisini. Google hevur ætlanir um at byggja býir og flogvallir kring um í heiminum, skrivar norska blaðið, VG . Í løtuni er fyritøkan tískil í ferð við at gera smáar royndarmyndir av býum og flogvallum, ætlanin er at byggja. Tað er Larry Page, ein av Google stovnarunum, ið er upphavsmaður til hugskotið. Page heldur, at flogvallir kundi verið riknir skynsamari, og at fólk brúka ov nógva tíð til ferðing til og frá flogvallum. Google hevur longu bygt eina privata floghavn í San Jose í Kalifornia fyri slakar 500 milliónir krónur, til átta privat jetflogfør, sum fyritøkan eigur og brúkar í virkseminum hjá fyritøkuni. Óhefta valnevndin kunnger, at Ashraf Ghani verður nýggjur forseti í Afghanistan, og valstríðið við hesum er komið at enda. Tað segði ein talsmaður fyri valnevndina, tá avtalan varð undirskrivað og send beinleiðis í afghanskum sjónvarpi fyrr í dag. Undirskriftirnar vórðu festar á blað, í kjalarvørrinum á klandrinum, ið tók seg upp aftaná forsetavalið í Afghanistan í summar. Avtalan tryggjar, at Ashraf Ghani verður nýggjur forseti í Afghanistan í eini nýggjari savningarstjórn hjá landinum. Abdullah verður umsitingarligur stjóri, ið gevur honum somu heimildir sum ein forsætisráðharri vanliga hevur, skriva útlendskir miðlar. Hamid Karzai, fráfarandi forseti í Afghanistan, fegnar avtaluni. Karzai vónar, at avtalan fer at tryggja framburð og menning fyri Afghanistan. Forsetavalið í Afghanistan varð hildið í tveimum umførum. Tað fyrra valið var í apríl og tað seinna í juni. Endaliga fínteljingin av valinum í Afghanistan verður ætlandi eisini løgd fram í Kabul seinni í dag. B36 hevði áðrenn dyst tapt tveir teir seinastu dystirnar og einki mál skorað. NSÍ hevði enn ikki vunnið á nøkrum liði, sum liggur omanfyri teir á stigatalvuni. So talan var um ein lagnu dyst. Fyrsta málið koma eftir 40 min, tá Klæmint Olsen legði NSÍ á odda. Samstundis er HB á odda 2 0 í Gundali. Og um hendan støðan helt sær, so var bert eitt stig millum B36 á fyrsta plássi og HB á øðrum plássi. Seinni hálvleikur var ikki vorðin gamal áðrenn NSÍ økti um leiðsluna til 2 0. Tað var Pól Jóhannus Justinussen, sum skoraði tá 55 minuttir vórðu spældir. Eftir hetta vaknaði B36 og Róaldur Jakobsen gjørdi skjótt av og minkaði um munin til 2 1 bert fimm minuttir eftir málið hjá Pól Jóhannusi. Marginalarnir fullu til B36 tá bert tríggir minuttir vóru eftir at spæla. Adeshina Lawal varð dystarvinnari fyri B36, tá hann skoraði til 2 3. B36 NSÍ 2 3 Klæmint Olsen 1 0 40 min Pól Jóhannus Justinussen 2 0 52 min Róaldur Jakobsen 2 1 60 min Adeshina Lawal 2 2 62 min Adeshina Lawal 2 3 87 min 1 B36 52 stig 2 HB 48 stig 3 Víkingur 42 stig 4 EB Streymur 34 stig 5 NSÍ 31 stig 6 KÍ 30 stig 7 ÍF 28 stig 8 AB 22 stig 9 B68 16 stig 10 Skála 12 stig Í dag hoyra vit fyrra part av biltúrinum hjá Herviliga Henry. Hetta er útvarpsleikur, sum Elin á Rógvi leggur til rættis og sigur frá. Dánjal Tausen er tøkningur. Bergur Rasmussen hevur týtt til føroyskt. Føroya Arbeiðsgevarafelag er alt annað enn nøgt við uppskotið hjá Fiskimálaráðnum um gjøld fyri upplýsingar úr skránni hjá Landsfólkayvirlitinum. Felagið hevur spurt limirnar, sum kunnu hugsast at hava áhuga í at vera bundnir í skipanina hjá Landsfólkayvirlitinum. Limirnir svara, at skipanin er ov dýr. Teir kunnu gera eina bæði bíligari og betri skipan sjálvir, siga teir. Føroya Arbeiðsgevarafelag sigur, at kostnaðurin fyri at brúka skipanina hjá Landsfólkayvirlitinum fer at gera, at nógv færri enn ætlað fara at brúka hana. Føroya Arbeiðsgevarafelag samanber prísin fyri hvørt uppslag. Í Íslandi er hann 34 oyru, í Danmark er hann 45 oyru, men í Føroyum er ætlanin, at hvørt uppslag skal kosta 10 krónur. Felagið vísir eisini til játtanarreglurnar hjá landinum. Tær siga, at gjøld hjá almennum stovnum eiga ikki at vera størri enn tænastan, goldið verður fyri, kostar at veita. Tað hevði verið hóskandi, heldur Arbeiðsgevarafelagið, at Fiskimálaráðið skjalprógvar, at tænastan hjá Landsfólkayvirlitinum veruliga kostar tað, sum ásett er í uppskotinum um kunngerð. Landsfólkayvirlitið hevur í nógv ár arbeitt við at talgilda og dagføra skránna. Seinastu tvey árini er ein talgild skipan royndarkoyrd. Grønlendska landsstýrisforkvinna, Aleqa Hammond, og Helle Thorning Schmidt, forsætisráðharri vera eisini hjástaddar, tá 69.aðalfundurin hjá ST verður settur. Samráðingarnar um makrel vera grótharðar, tær vera ikki fyri børn, sum aðalstjórin í grønlendska fiskimálaráðnum, Jørgen Isak Olsen, tekur til í samrøðu við danska blaðið Politiken. Hini strandarlondini viðurkenna ikki Grønland sum strandarland. Grønland er tí ikki við, tá strandarlondini býta ella royna at býta makrelin millum sín. Í samrøðu við Jyllands Postin sigur Martin Lidegaard, at bæði Danmark og ES fara at viðgera møguleikan at seta tiltøk í verk ímóti Ísrael, og verða framstig ikki gjørd í friðarsamráðingunum, og báðir partar slaka, fer hann at reisa málið á næsta ES uttanríkisráðharrafundi. Martin Lidegaard krevur millum annað, at Ísrael setur stongsilin móti Gaza úr gildi, og at ólógliga búsetingin, sum hann málber seg, heldur uppat, tí tey forða fyri eini loysn, har Ísrael og Palestina verða hvør sítt land, sigur hann. Um vikuskiftið hava 28.000 sjálvboðin leitað eftir slóðum av ebola, og tey hava kunnað um, hvussu sleppast kann undan smittuni. Tey høvdu hondsápu við sær, og eggjaðu fólki til at vaska sær væl um hendurnar. Tjóðveldi skjýtur upp, at løgtingið skal heita á landsstýrið um at leggja fram lógarbroytingar, sum fyribyrgja, at einstaklingar og umboð fyri felagsskapir, ið hava sum fráboðað endamál at fremja ólógligt virksemi, koma til landið. Málið kemur til fyrstu viðgerð mikudagin. Atvoldin til uppskotið er støðuga herferðin, almennu hóttanirnar og virksemið hjá felagsskapum sum Sea Shepherd, sum leggja seg út í lógligt virksemi í Føroyum, sigur Tjóðveldi í viðmerkingum til uppskotið. Fólk hava rætt at koma til landið at mótmæla, men her er talan um fjøld av fólki og útgerð, sum bert hevur til endamáls at brúka ólógliga framferð og tilvitað elva til vandastøður. At óttast fyri at halda grind til ella at fara í grind undir løgregluverju er als ikki ein støðu, sum til ber at liva við, sigur Tjóðveldi. Í nógv hevði ein maður í Nólsoy eina granat liggjandi í kjallaranum í einum húsum í Nólsoy, uttan at maðurin tó visti av, at granatin í kjallaranum var ein óbrostin granat, ið kundi sprongt nógv hús í luftina. Eisini familjan hjá manninum, ið nú eigur húsini í Nólsoy, hevði óbrostnu granatina liggjandi í kjallaranum í nógv ár. Tey vistu heldur ikki, at tað var ein óbrostin, vandamikil granat, tey høvdu í húsunum. Maðurin, ið nú eigur húsini, veit ikki, hvussu granatin er komin í kjallaran í húsunum. Tey, sum búðu í húsinum frammanundan, vita heldur ikki, hvussu granatin er komin í húsið at liggja. Fólk frá Arktisk Kommando komu á staðið, har tey hugdu at granatini. Tey mettu, at granatin var so mikið vandamikil, at granatin mátti flytast til Havnar við einum serligum báti til høvið. Arktisk Kommando sigur, at talan helst var um eina 140 mm pansaragranat, ið stavar frá Øðrum heimsbardaga, og sum helst skuldi verið brúkt til stóru kanónirnar á Skansanum í Havn. Granatin er nú sprongd, eftir at serfrøðingar í Danmark og Onglandi vórðu spurdir um granatina. Nú verður granatin latin Krígssavninum í Vágum, har hon endar sínar dagar. Nógv varð gjørt burtur úr, tá nýggja Blákrossheimið á Nesi varð vígt seinnapartin fríggjadagin. Vit hitta leiðaran á Blákrossheiminum Olgu Magnussen og hoyra tá Jógvan Fríðriksson biskupur vígdi heimið. Konservativi flokkurin og Labour lovaðu skotum størri sjálvstýri, atkvøddu teir ímóti loysing, og farast skuldi undir tilgongdina longu dagin eftir valið. Men nú eru politikararnir í London farnir at tosa um bretska spurningin, sigur Oddur á Lakjuni, søgufrøðingur, sum hevur lisið í Skotlandi. Jón Brekku, stjóri í BankNordik sigur í samrøðu við Jyllands Postin, at verður fiskurin virkaður meiri heldur enn at verða seldur óvirkaður, verður úrtøkan størri, og tað fer at geva landskassanum størri skattainntøkur. Jón Brekku eftirlýsir samstundis nýskipanir, sum gera tað áhugaverdarin hjá fólki at arbeiða á flakavirkjum. Fleiri virkir aftra seg við at menna fiskavørur, tí tey fáa ikki nóg støðuga arbeiðsmegi. Tey arbeiðsleysu vilja eftir øllum at døma ikki arbeiða í fiski, og tað er óheppið, tí fiskivinnan er høvuðsvinnan í Grønlandi. At eggja fólki at arbeiða heldur enn at ganga fyri einki, er ein uppgáva hjá politikarum og kommununum, sigur Jón Brekku við Jyllands Posten. Hann vísir eisini á, at stórur tørvur er á íløgum í nýggj skip og tøkni. Nógv skip eru í ringum standi. Færri og størri skip fara at bøta búskaparligu støðuna í fiskivinnuni, sigur stjórin í BankNordik í Grønlandi. Stóru fyritøkurnar í Grønlandi noyðast at gera íløgurnar, tí sambært lógini er avmarkað, hvussu stórar íløgur útlendingar kunnu gera. Í fleiri londum er sjálvmorð enn ein av størstu orsøkunum til, at ung lata lív. Greinin Risk factors for suicide attempts in the total population of Faroese eighth graders , sum júst er almannakunngjørd í altjóða vísindaliga tíðarritinum Scandinavian Journal of Child and Adolescent Psychiatry and Psychology, hevur til endamáls at kanna, hvørji viðurskifti gera seg galdandi fyri sjálvmorðsatferð hjá føroyskum ungdómi. Granskingin hevur seinastu árini lagt alsamt størri dent á at kanna, hvørji viðurskifti kunnu økja og minka um vandan fyri sjálvmorðsatferð. Hjá føroysku dreingjunum vóru viðurskifti, sum minkaðu um vandan fyri sjálvmorðsatferð serliga, at teir generelt kendu, at teirra nærmastu vóru løtt at koma í samband við, at teir kendu seg tryggar og høvdu álit á, at teirra nærmastu vóru til reiðar at hjálpa. Úrslitini frá hesi kanning vísa, at fyribyrging og viðgerð av ungum bæði eiga at taka hædd fyri at munur er á dreingjum og gentum. Eisini vísur kanningin, at bæði viðurskifti, sum stava frá fyrstu barnaárunum, OG aktuel eyðkenni upp á sálarliga líðing, eiga at verða inndrigin í bæði viðgerð og fyribyrging av sjálvmorðsatferð. Hergeir Staksberg metir ikki, at tað tænir nøkrum endamálið, at brúkarar sleppa at viðmerkja, tá viðkvom mál eru á breddanum. Eisini sigur hann, at viðmerkingarnar viðhvørt eru særandi fyri tey avvarandi. Ingi Samuelsen hevur aðra áskoðan. Eitt nú fer vinnarin av donsku kantinuvirðislønini, Mikkel Karstad, at geva ráð og íblástur til heilsugóðar og vælsmakkandi rættir. Við hesum degnum vilja vit geva kantinustarvsfólkunum nøkur amboð við heim, sum tey kunnu brúka í teirra arbeiði í føroysku kantinunum. Ein rúgva av føroyingum etur á kantinu hvønn dag til dømis á arbeiðsplássinum, og við hesum átakinum fáa vit vónandi sett heilsugóðan dám á, hvønn mat tey fáa, sigur Poula Patursson, átaksleiðari við heimasíðuna hjá Fólkaheilsuráðnum. Umframt vitan, amboð og íblástur verða nýggjastu rákini í kantinuhøpi eisini á skránni. Jóhanna á Tjaldrafløtti, fer at greiða frá, hvussu hon arbeiðir við heilsugóðum mati. Í køkinum fara tey luttakandi at arbeiða við góðum ráðvørum, bæði feitum fiski, kjøti og avroðum tað verið seg lambshjørtu og lungu. Vit gleða okkum til at hitta tey føroysku kantinustarvsfólkini. Tað er jú ikki ofta, at júst hesin fakbólkurin savnast á einum staði. Eg ivist onga løtu í, at ein slíkur dagur eisini leggur upp til at deila vitan ímillum starvsfólkini, so tey fara heim aftur bæði við íblástri frá teimum, sum halda upplegg á sjálvum degnum, men ikki minst eisini frá sínum starvsfeløgum kring landið, sigur Poula Patursson. Ein ætlan um, at allar dátur hjá Umhvørvisstovuni, millum annað tær hjá Landsfólkayvirlitinum, skuldu vera ókeypis hjá øllum at brúka, strandaði í landsstýrinum. Í viku 36, frá 1. til 7. september, vórðu tikin 2.143 tons av laksi í kruvdari vekt, og meðalvektin var hálvt sætta kilo. Samstundis svumu 16 prosent meiri í ringunum í august í ár, enn somu tíð í fjør. Á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum stendur eisini, at tøkan er økt við umleið 2,3 prosent frá 1. januar til 31. august í ár samanborið við somu tíð í fjør. Tí kann væntast, at tøkan í ár fer at seta met. Tað sigur Atli Gregersen, nevndarlimur í Havbúnaðarfelagnu, og stjóri í Hiddenfjord. Hann væntar at 10.000 tons meira av laksi verða tikin í enn í fjør. Nevndin fer nú klokkan eitt at leggja seinastu hond á niðurstøðuna, sum umsitingin í løgtinginum síðani skal kanna, áðrenn hon verður latin landsstýrismanninum. Málið byrjaði í mai, tá allir fýra andstøðuflokkarnir kærdu Johan Dahl til landsstýrismálanevndina, eftir at løgtingsgrannskoðararnir hvassliga høvdu átalað fíggjarligu handfaringina hjá landsstýrismanninum av Strandfaraskipum Landsins. Sirið Stenberg, forkvinna í landsstýrismálanevndini, sigur, at talan hevur verið um eitt stórt og drúgt arbeiði, sum eisini hevur slóð langt aftur í tíðina. Men nevndin miðar eftir at fáa eitt uppskot til eina niðurstøðu frá hondini eftir fundin í dag. Tá løgtingsumsitingin hevur gjøgnumgingið niðurstøðuna, verður hon latin landsstýrismanninum. Í Føroyum verður ein slík niðurstøða hjá landsstýrismálanevndini ikki tingmál, uttan so at misálit verður reist móti landsstýrismanninum. Í landsstýrismálanevndini sita Sirið Stenberg úr Tjóðveldi, Joen Magnus Rasmussen úr Fólkaflokkinum og Rósa Samuelsen úr Sambandsflokkinum. Tað er í táttinum Orð um orð, í sendingini Góðan Morgun Føroyar, at hetta varð tikið upp. Durita Jakobsen, lærari av Toftum, er gestur í útvarpsstovuni. Lurtarar hava møguleika at gera viðmerkingar gjøgnum smsskipaninaq. Húsini hjá Kolturs Onnu og hjá Adolfi í miðbýnum í Havn verða í dag niðurtikin. Hvussu gomul uppruna húsini eru, er ikki vist. Hildið verður, at húsini eru útivið 200 ára gomul, skrivar Tórshavnar kommuna. Húsini standa á Húsabrúgv, ella ovast í Avholdsbrekkuni, sum fyrr varð sagt. Avhaldið eru húsini millum Gl. Apotek og húsini hjá Adolfi, og eru í dag vaskaríð hjá Hafnia. Kommunan hevur sáttmála við Strandfaraskip Landsins um busskoyringina. Frammanundan hevur kommunan rindað fyri at fáa skúlabørnini koyrd. Nú brúka øll leið 410 hjá Bygdaleiðum, og tí er serstakur skúlabussur ikki longur. Í fíggjarætlanini hjá Fuglafjarðar kommunu fyri 2014 eru 650.000 krónur til busskoyring. Og tann játtanin fer at halda, sigur Sonni á Horni, borgarstjóri. Fyribils eru miðnámsskúlanæmingarnir ikki við í skipanini. Tey hava busskort, og Studni rindar tað mesta av tí, sum busskortið kostar. Býráðið hevur samtykt at tosa við leiðaran á Studna um ferðastuðulin hjá miðnámsskúlanæmingunum. Sambært Strandfaraskipum Landsins brúktu 9.000 fólk bussin millum Fuglafjørð og Kambsdal frá 1.august í fjør til 30.juni í ár, av teimum vóru 6.000 skúlanæmingar. Okkurt um 200 fólk búgva á Kambsdali. Russar innflyta umleið 23.000 tons av rækju, og av hesum verða 19.000 tons innflutt úr Kanada, sum eisini er rakt av innflutningsbanni. Hendir tað, at viðurskiftini í Ukraina koma aftur í rættlag um ein mánað, verður handilsstongsilin settur úr gildi. Vit kunnu ikki byggja okkara marknað á, at okkara kappingarneytar ikki hava atgongd til marknaðin, sigur sølustjórin í Royal Greenland. Royal Greenland hevur í mong ár roynt at sloppið á eysturasiatiska marknaðin, og tann royndin heldur fram. Bruno Olesen sigur, at russiska innflutningsbannið fer at trýsta prísin á øðrum marknaðum, tí Kanada nú noyðistat selja rækju aðra staðni enn í Russlandi. Eg vænti ikki, at broytingarnar vera stórar. Vit fáa betri prís í Russlandi, men verri prís á øðrum broytingum, sigur Bruno Olesen, sølustjóri í Royal Greenland. Sjálvandi meta vit um støðuna, men hetta verður einki ævintýr, sigur Bruno Olesen, sølustjóri, við grønlendska kringvarpið, KNR. Russar innflyta umleið 23.000 tons av rækju, og av hesum verða 19.000 tons innflutt úr Kanada, sum eisini er rakt av innflutningsbanni. Hendir tað, at viðurskiftini í Ukraina koma aftur í rættlag um ein mánað, verður handilsstongsilin settur úr gildi. Vit kunnu ikki byggja okkara marknað á, at okkara kappingarneytar ikki hava atgongd til marknaðin, sigur sølustjórin í Royal Greenland. Royal Greenland hevur í mong ár roynt at sloppið á eysturasiatiska marknaðin, og tann royndin heldur fram. Bruno Olesen sigur, at russiska innflutningsbannið fer at trýsta prísin á øðrum marknaðum, tí Kanada nú noyðistat selja rækju aðra staðni enn í Russlandi. Eg vænti ikki, at broytingarnar vera stórar. Vit fáa betri prís í Russlandi, men verri prís á øðrum broytingum, sigur Bruno Olesen, sølustjóri í Royal Greenland. Partarnir hava handað krøvini til nýggjan sáttmála. Hóast fleiri samráðingarfundir eru avtalaðir, vænta partarnir ikki, at komið verður á mál fyri fyrsta oktober, tá sáttmálin fer úr gildi, og tí er hann longdur til 15. oktober. Talan er um ein nú 42 ára gamlan mann, sum, sambært ákæruvaldinum, í 2001 og í 6 mánaðir í 2004 og 2005 meira enn 50 ferðir skal hava misbrúkt eina gentu, tá hon var 4 5 ára gomul og aftur tá hon var 7 8 ára gomul. Tá maðurin, fyri viku síðani, varð avhoyrdur í rættinum, var ikki samsvar við nær hann segði seg hava verið í Føroyum, og tíðarskeiðið, sum gentan hevur greitt frá, at hon varð misnýtt. Dómarin sigur, at málið verður tikið uppaftur, og enn er ikki greitt, um gentan skal avhoyrast aftur. Maðurin er fyrr dømdur fyri kynsligan ágang, í 2006 og í 2011 fyri blygdanarskemd. Ákæruvaldið kravdi mannin dømdan tvey og eitt hálvt ára fongsulsrevsing, umframt at gentan skal fáa 35 túsund krónur í endurgjaldi. Eyðun á Borg er føddur og uppvaksin á Argjum, og hann greiðir frá gamla spedalska hospitalinum og øðrum viðurskiftum í heimbygdini, sum nú er partur av Tórshavnar Kommunu. 92 ára gamli Sverri Mortensen svimur hvønn morgun 500 metrar, og vit hitta hann og fáa ein kaffimunn, tá hann kemur heimaftur frá svimjingini. Hóast vit framvegis eru í september, eru jólini longu komin á Verkstaðnum Vón, har tey gera lutir til stóru jólasøluna. Eimy Djurhuus, ið leggur teimum lag á, Rúni Jacobsen, Lennart Magnussen, Hildur Staksá, Malan Mortensen og Marjun Niklasdóttir greiða frá teirra virksemi á varda verkstaðnum. Tvær gøtukonur, Randi Gregersen og Sólrun Gleðisheygg, skipaðu í nógv ár fyri árligu argjaveitsluni og tær trívast avbera væl á Argjum. Argja Róðrarfelag hevur stóran týdning fyri samleikan á Argjum, eru tvær av eldsálunum í felagnum, Fróði Olsen og Sigurd Andreasen, sannførdir um. Fyrsta bókamessan verður í Gøteborg, har Niels Jákup Thomsen fer at umboða Bókadeildina. Í sambandi við at Flata kaninin hjá Bárði Oskarsson er í uppskoti til Norðurlendska barna og ungdómsbókaprísin, so er Bárður eisini boðin yvir til Gøteborg, skrivar Lærarafelagið. Bárður er væl dámdur av forløgnum í øðrum londum. Stutt siðani kom Flata kaninin út í Kanada og Norðuramerika, og harafturat hevur Bókadeildin skrivað undir sáttmála við kekkiskt forlag um at geva bókina út. Á bókamessuni í Gøteborg verður spennandi seminar, sum FarLit skipar fyri. Høvuðspersónarnir á seminarinum verða Katrin Ottarsdóttir, Sissal Kampmann og Marjun S. Kjelnæs. Umframt mong onnur avrik, sum film, sjónleik og barna og ungdómsbøkur, so hava tær allar tríggjar givið út yrkingar, og í tí sambandi fer Jenny Johannessen at seta teimum spurningar og greiða frá teirra skaldskapi í Gøteborg. Í sambandi við at bókamessurnar nú byrja aftur, hevur Bókadeildin latið gjørt nýtt Foreign Rights katalog fyri 2014. Tað vísir seg at vera stórur áhugi fyri okkara bókum uttanlands, og tí er tað umráðandi, at vit fáa varpað ljós á útgávur okkara eisini á enskum máli. Heidi Hvidbro hevur sjálv havt krabbamein í bróstunum, og skilur tískil ikki raðfestingarnar hjá heilsumyndugleikunum, at tað skal gerast truplari at sleppa til mammografikanningar í Føroyum. Hon er eisini forkvinna í felagnum Bót til bata , sum er ein bólkur av sjálvbodnum kvinnum, sum eru skurðviðgjørdar fyri krabbamein í bróstinum. Verða regluligar mammografikanningar settar í verk í Føroyum, kann hetta í síðsta enda bjarga mannalívum, sigur íslendski læknin, Kristjan Skuli Ásgeirsson, sum arbeiðir við mammografi í Føroyum og í Íslandi. Tað lovar Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum. Hann sigur, at hann ikki góðtekur, at kvinnur, sum hava fingið ávísing frá kommunulækna um at verða kannaðar, fáa boð um at fara til hús uttan at verða kannaðar. Landsstýrismaðurin í heilsumálum sigur, at hann fer seta pening av til regluliga mammografi screening á fíggjarlógini næsta ár, og tekur løgtingið undir við tí, verður farið undir regluligar bróstkanningar á Landssjúkrahúsinum í 2015. Í dag hoyra vit seinna part av biltúrinum hjá Herviliga Henry. Hetta er útvarpsleikur, sum Elin á Rógvi leggur til rættis og sigur frá. Dánjal Tausen er tøkningur. Bergur Rasmussen hevur týtt til føroyskt. Hummarafelagið vendi sær beinleiðis til løgmann, nú Aliumsitingin á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni viðger umsóknina hjá Bakkafrosti um at leingja aliloyvið á Árnafirði. Loyvið er galdandi til nýggjárs. Men alt bendir á, at tað verður longt 12 ár. Í áheitan síni á løgmann biður Hummarfelagið løgmann síggja til, at Umhvørvisstovan og Heilsufrøðiliga Starvsstovan halda galdandi lógir, tá aliøki skulu endurnýggjast. Løgmansskrivstovan sendi sama dag, sum hon fekk hana, áheitanina hjá Hummarafelagnum víðari til Vinnumálaráðið og Fiskimálaráðið, sum varða av ávikavist Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og Umhvørvisstovuni. Teir, sum royna eftir hummara á Árnafirði, siga, at alingin á fjørðinum beinir fyri teirra vinnu, tá aliøkið í fjør vár varð flutt longri út á fjørðin. Fiskimálaráðið hevur í hoyringarsvari sínum til Aliumsitingina viðmerkt, at tá avgerð verður tikin um at endurnýggja aliloyvið á Árnafirði, eiga atlit at verða tikin at hummaraveiðina, so alingin ikki er hummaraveiðini til ampa. Umhvørvisstovan sigur, at tað er greitt, at undir aliringum kann vera illa dálkað, og dálkingin kann hava stóra ávirkan á botndjór. Umhvørvisstovan sigur í sínum hoyringarskrivi til Aliumsitingina, at hon hevur ikki enn fingið úrslit frá botnkanningum á broytta og víðkaða aliøkinum á Árnafirði. Sambært Itar Tass hava russisku myndugleikarnir síðani 8.august havt tingingar við nógv lond, teirra millum Føroyar, um at keypa matvørur frá teimum. Russland ætlar at innflyta matvørur, sum plagdu at koma úr ES, USA, Avstralia, Noreg og Kanada, úr øðrum londum, sum ikki eru á svartalistanum hjá russisku stjórnini. Eg kann vátta, at amerikanski herurin og lond, sum USA samstarvar við, í løtuni skipa fyri einum hernaðarligum átaki á IS í Sýria, segði John Kirby, talsmaður fyri amerikanska verjumálaráðið, í einum kunningarskrivi í nátt, sambært Reuters. Sambært Wall Street Journal eru arabisk lond eisini við í álopinum, har millum annað Tomahawk rakettir vórðu nýttar í álopinum, sigur Pentagon. IS hevur seinastu mánaðirnar tikið valdið í stórum pørtum av Irak og Sýria. Ein altjóða samgonga, sum USA stendur á odda fyri, roynir nú at berja yvirgangsfelagsskapin niður. Marin Strøm sum hevur arbeitt sum granskari á danska Serumstovninum hesi seinasti tíggju árini, hevur nú fingið játtað eina slaka miljón til eina verkætlan sum skal brúkast til at granska børn í móðurlívi. Men Marin hevur eisini gjørt nógvar aðrar kanningar hesi seinastu árini. Marin Strøm greiddi í morgun frá sínari gransking Annika Helgadóttir Davidsen, sum er ph.d.lesandi, og Marianne Engelbrecht Lau, ph.d.leiðari, arbeiða nú við at finna betri viðgerð til fólk, sum hava etingarólag. Eitt serligt eyðkenni fyri viðgerð av etingarólagi er, at lutfalsliga nógvir sjúklingar gevast við viðgerðini, áðrenn hon er liðug. Hetta hevur við sær, at úrslitini eru verri, enn tey annars kundu verið. Tær báðar eru farnar undir eina verkætlan, har tær millum annað kanna, um tað við bólkasamrøðum ber til at fáa fleiri sjúklingar at vera longur í viðgerð, og á tann hátt betra um úrslitini. 159 sjúklingar eru við í kanningini. Ætlanin er, at kanningin skal vera liðug við árslok í ár, og farið verður so undir at kanna úrslitini og gera niðurstøður. Síðani verða sjúklingarnir eftirmettir trý ár seinni. Annika Helgadóttir Davidsen og Marianne Engelbrecht Lau arbeiða á Psykoterapeutisk Center Stolpegaard og á Psykologisk Institut á lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Ovastevnan verður ikki innhegnað longur. Hetta er onkur av broytingunum, sum verða til Ovastevnuna miðan august 2015. Aðrar broytingar verða gjørdar, men vit vilja brúka royndirnar hjá gomlu nevndini eisni, sigur nýggja forkvinnan í Ovastevnunevndini, Ann Mari av Skarði. Sambært grønlendska kringvarpinum, KNR, siga Torben M. Andersen, formaður í ráðnum, og Ulla Lynge, nætsforkvinna, bart út, at verður einki gjørt beint nú, so verður tað ikki lukkuligt næstu árini. Búskaparfrøðingarnar finnast at ætlanunum at byggja flogvøll í Qaqortoq og nýtt landstinghús. Landstingið hevur samtykt nógv uppskot, sum kosta nógv, hóast tey ikki eru raðfesti í fíggjarlógini, millum annað størri studning til landbúnaðin. Hóast yvirskot er í fíggjarlógini fyri 2014, metir búskaparráðið, at støðan er hættislig, soleiðis sum búskaparliga gongdin er. Og serliga stúra búskaparfrøðingarnir fyri fíggjarlógini fyri 2016 og 2017. Landsstýrið ætlar at hava hall næsta ár, men so skal aftur vera yvirskot árini eftir 2015. Og politikararnir hava higartil ikki torað at gjørt tað, sum krevst fyri at fáa búskapin á rætta kós. Neyðugar broytingar skulu geva 300 milliónir krónur Men enn er einki gjørt fyri at fáa fatur í teimum. Og grønlendska búskaparráðið ávarar móti at brúka inntøkur frá makrelinum sum grundarlag fyri yvirskotinum í fíggjarlógini fyri 2014. Hesar inntøkur kunnu virka sum ein koddi hjá politikarunum, tí tær fáa teir at halda, at væl stendur til. Men tað ger tað als ikki, siga búskaparfrøðingarnir sambært KNR. 12 fyritøkur hava biðið Vinnuhúsið um prógv fyri, at tær eru limur í arbeiðsgevarafelag, tí tær skuldu biðja Útlendingastýrið í Danmark um undangóðkenning at fáa handverkarar úr ES til Føroya. Síðani 1.juli er loyvt at fáa handverkarar úr ES til Føroya, so leingi arbeiðsloysið í handverksvinnuni ikki er meira enn seks prosent tríggjar mánaðir á rað. Tá eitt byggifelag hevur fingið undangóðkenning, kann tað seta fólk. Men bæði arbeiðstakari og arbeiðsgevari skulu boða Útlendingastýrinum frá, áðrenn arbeiðið byrjar. Handverkarar úr ES, sum koma til Føroya at arbeiða, skulu hava somu løn sum føroyskir handverkarar fáa sambært sáttmálunum hjá handverkarafeløgunum í Føroyum. Sambært Vinnuhúsinum hevur einki fakfelag sett seg í samband við Føroya Arbeiðsgevarafelag um, at arbeiðsgevari ikki heldur galdandi treytir. Vinnan er sum heild nøgd við nýggja møguleikan at útvega arbeiðsmegi. Men hon kundi hugsað sær, at lógarbroytingin eisini umfataði onnur enn byggifeløg og skipasmiðjur, eitt nú bilvekstøð og maskinverkstøð Vit hava ein einastandandi møguleika at gera vart við Føroyar sum ferðamál, um vit øll standa saman og lyfta hetta átak í felag, sigur Guðrið Højgaard stjóri á Visit Faroe Islands. Tað eru nógv ferðandi, sum koma til Føroyar um summarið, men fyri ferðavinnuna er tað umráðandi at økja um ferðafólkatalið í vetrarhálvuni Øll, sum deila nýggja filmin fáa ein møguleika at vinna tveir ókeypis ferðaseðlar til Føroyar. Sama hvar í verðini tey eru stødd. Hetta er tískil eisini eitt gott høvi hjá føroyingum at bjóða útlendskum vinfólkum heim. 12 byggifeløg hava søkt um at fáa handverkarar úr ES til Føroya. 12 fyritøkur hava biðið Vinnuhúsið um prógv fyri, at tær eru limur í arbeiðsgevarafelag, tí tær skuldu biðja Útlendingastýrið í Danmark um undangóðkenning at fáa handverkarar úr ES til Føroya. 12 fyritøkur eru okkurt um tíggju prosent av limunum í handsverksmeistarafeløgunum. Síðani 1.juli er loyvt at fáa handverkarar úr ES til Føroya, so leingi arbeiðsloysið í handverksvinnuni ikki er meira enn seks prosent tríggjar mánaðir á rað. Tá eitt byggifelag hevur fingið undangóðkenning, kann tað seta fólk. Men bæði arbeiðstakari og arbeiðsgevari skulu boða Útlendingastýrinum frá, áðrenn arbeiðið byrjar. Handverkarar úr ES, sum koma til Føroya at arbeiða, skulu hava somu løn sum føroyskir handverkarar fáa sambært sáttmálunum hjá handverkarafeløgunum í Føroyum. Ein onnur treyt er, at handverkararnir hava minst 30 tímar um vikuna. Nakrir handverkarar úr ES eru komnir til Føroya at arbeiða í byggivinnuni. Sambært Vinnuhúsinum hevur einki fakfelag sett seg í samband við Føroya Arbeiðsgevarafelag um, at arbeiðsgevari ikki heldur galdandi treytir. Men hon kundi hugsað sær, at lógarbroytingin eisini umfataði onnur enn byggifeløg og skipasmiðjur, eitt nú bilvekstøð og maskinverkstøð. Spurningarnir eru um ov nógv feitt á búkinum, hangandi undirarmar og hvør besta upphiting er til innandurafótbólt. Hyggjuráðini eru í morgunsendingini týsdagar. Vit fáa í hesari sendingini søguna um yngsta rættiliga boybandið í Føroyum. Talan er um bólkin Funkies, sum var virkin frá síðst í 70 árunum og nøkur ár inn í 80 ini. Eftir teir liggja tvær singleplátur, tann fyrra kom í 1981 og tann seinna í 1983. Dreingirnir, ið mannaðu Funkies, gingu á Venjingarskúlanum í Havn. Tríggir vóru árgangur 1966, ein var eitt ár eldri. Tá ið fyrra teir gjørdu fyrru plátuna, vóru teir flestu 15 ára gamlir. Høvuðsmaðurin í bólkinum var Óla Hans Andreasen. Hann skrivaði sangirnar, smíðaði bæði løg og orð, hann sang og spældi sologittar. Hans Andreas Højgaard spældi bass og sang kór, Terji Rasmussen spældi gittar og sang kór og Jónleif Múller var trummuspælari. Í 1982 kom Magnus Johannesen upp í bólkin sum ljómborðsspælari. Hans Andreas Højgaard og Magnus Johannesen fortelja hvussu teir blaðungir gjørdu hol í sjógvin við plátuútgávum fyrst í 80 unum. Tað var nýstovnaða Bar Records, sum Páll Arge stóð á odda fyri, sum gav pláturnar út. Upptøkurnar vórðu gjørdar í studio hjá Milson Zachariassen í Havn. Higartil hevur stuðulsnevndin fyri svimjihylin skipa fyri Ovastevnuni, og tí er avlopið er farið til svimjihylin. Men nýggja nevndin, sum hevði stovnandi fund í gjár, er ikki ein stuðulsnevnd, men burturav ein stevnunevnd. Ætlanin er tí, at avlopið skal fara til ymisk trivnaðarmál í bygdini, sigur Jan Hansen, nevndarlimur Í nýggju nevndini sita Jan Hansen, Leif Hansen, Ann Mari av Skarði, Tjóðhild Patursson og Bjørg Anfinnsdóttir Toftegaard. Eykalimir eru Karlot Hergeirsson og Heidi Pedersen. Dámar tær væl floghavnina í Kastrup í Keypmannahavn, ert tú ikki einsamallur. Í nátt valdu flogfeløgini floghavnina í Kastrup inn á triðja plássið millum heimsins bestu floghavnir. Tað eru bert floghavnirnar í Dublin í Írlandi og M nchen í Týsklandi, ið eru betri enn Kastrup lufthavn, av floghavnum, ið hava 20 og 50 milliónir ferðandi hvørt ár. Tað varð niðurstøðan í nátt, tá umboð fyri flogvinnuna valdu heimsins bestu floghavnir, ið hava bestu møguleikarnar at mennast enn meira til regluliga ferðafólkaflúgving. Handanin var í Chicago í nátt, tá World Routes ein ráðstevna fyri floghavnir og flogfeløg varð hildin. Í fjør varð floghavnin í Kastrup heimsins besta í bólkinum við menningarmøguleikum. Tjóðveldi vil hava, at landsstýrið leggur fram lógarbroytingar, so einstaklingar og felagsskapir, ið ætla at fremja ólógligt virksemi ella hótta lóglig rættindi í Føroyum fáa forboð fyri at koma til landið. Uppskotið til samtyktar verður viðgjørt í løgtinginum fyrrapartin i morgin. Eitt slíkt uppskot reisir millum annað spurningin, um tað ber til at seta eitt so viðfevnt forboð, sum at nokta fólki at koma til landið uppá ein illgruna um, at tey møguliga fara at gera okkurt ólógligt. Í kjakinum verða Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, ið hevur lagt uppskotið fyri Løgtingið, og Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, ið hevur ábyrgdina av reglunum kring grindarakstur og grindadráp. Fimm fólk eru í dag søgd úr starvi, og tey hava arbeitt í leiðsluni og í fyrisitingini, umframt á virkisøkjum, har arbeiðsuppgávur eru horvnar ella umskipaðar, sigur leiðslan í fráboðan. Vit harmast um at siga dugnaligum fólki úr starvi, men tað er umráðandi, at vit skapa avlop til at tryggja, at Elektron mennist, sigur Kjartan Thomassen, stjóri í Elektron. Eftir niðurskurðin eru 63 starvsfólk eftir á Elektron. Í januar í fjør vórðu 8 fólk søgd úr starvi, og í februar í ár fór Niels Christian Nolsøe frá sum stjóri. Tá segði nevndarformaðurin, Súni Schwartz Jacobsen, at fyritøkan steðgaði við menningini av nýggjum forrætningsøkjum uttanlands, og at stjórin í hesum sambandi hevði ynskt at verða loystur úr starvi. Síðani hevur Kjartan Thomassen tikið við sum stjóri. Elektron hevði næstan 20 milliónir krónur í halli í 2013. Hallið av vanliga rakstrinum var smáar tríggjar milliónir, meðan kostnaðarføringar, sum felagið kallar tað, gjørdu hallið til nærum 20 milliónir. Við kostnaðarføringar meinar felagið við avskrivaðan goodwill, útreiðslur til størri verkætlanir og uppsagnarlønir. Sølan hjá felagnum minkaði 10 milliónir í 2013. Landið og peningastovnarnir eiga Elektron, men seinastu árini hava peningastovnarnir flutt meginpartin av sínum KT virksemi til útlendskar fyritøkur. Í dag hoyra vit fyrra part av biltúrinum hjá Herviliga Henry. Hetta er útvarpsleikur, sum Elin á Rógvi leggur til rættis og sigur frá. Dánjal Tausen er tøkningur. Bergur Rasmussen hevur týtt til føroyskt. Tað skarst ikki betur enn væl hjá Almannamálaráðnum, sum vil hava hagtøl frá øllum teimum 17 feløgunum, sum fáa pengar frá Almannamálaráðnum. Almannamálaráðið fekk frágreiðing frá átta feløgum. Almannamálaráðið avgjørdi í fjør, at treytin fyri at fáa stuðul er, at feløgini lata ráðnum hagtøl um virksemi sítt, tað er hvussu nógvar áheitanir, tey fáa. Teknmálstulkatænastan, MBF, Deyvahúsið, Javni, Kvinnuhúsið, KRIS, Sorgarbólkurin Berin og Landsfelag Pensjónista lótu Almannamálaráðnum hagtøl fyri seinnu helvt av 2013. Síðani hevur Almannamálaráðið skrivað fýra sjálvstøðugar frágreiðingar um tølini hjá MBF, Deyvahúsinum, Kvinnuhúsinum og Sorgarbólkinum Beranum. Sambært Almannamálaráðnum eru byrjanartrupulleikar, tí skipanin er nýggj. Almannamálaráðið ivast ikki í, at saman við feløgunum ber til at røkka á mál við at skráseta hagtøl, sum eru treytin fyri at fáa pengar frá Almannamálaráðnum. Framburðurin í føroyska búskapinum kann koma Føroyum aftur um brekku, um landsstýrið ikki fremur neyðug tiltøk fyri at tryggja varandi góðan fíggjarstand. Føroyar hava eins og onnur lond í Vesturheiminum eina stóra fíggjarliga avbjóðing, tí fleiri og fleiri eldri fólk vera í framtíðini og færri løntakarar fyri hvønn fólkapensjónist. Men gongdin er trupul at venda, tí føroyingar fáa betri løn uttanlands. Landsstýrið kann minka skattafyrimunirnar hjá teimum, sum arbeiða uttanlands, fyri at minka vandan fyri ovhiting í búskapinum og geva størri skattainntøkur í Føroyum. Tjóðbankin útilokar ikki, at til ber at fáa hallið í fíggjarlógini burtur í 2016. Men yvirskot í 2016, tí uppsjóvarvinnan og alingin ganga so væl, er ikki tað sama sum at almenni fíggjarstandurin er góður. Tí eru onnur tiltøk neyðug. Í næsta mánaði fer formansskapurin í løgtinginum at biðja løgtingið um eykajáttan til kanningarnar, sum løgtingið hevur sett í gongd. Fríggjadagin segði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, at eykajáttanin til kanningarnar hjá løgtinginum er ikki við í uppskotinum hjá landsstýrinum um eykajáttan. Men tá løgtingið áleggur løgtingsformanninum at gera kanningar, noyðist løgtingsformaðurin at gera sum løgtingið sigur. Hann kann heldur ikki bíða við at seta kanningarnar í gongd. Hetta er vanlig mannagongd, sigur løgtingsformaðurin. Talan er um grein 19 nevndina, sum kannar Eik Grunnin og eftirlitið við grunninum, og kanningarstjóran, sum kannar málið um privata Eysturoyartunnilin. Sambært stýriskipanarlógini má eingin útreiðsla verða goldin, uttan at heimild er fyri henni í fíggjarlógini, ella aðrari játtanarlóg, sum eru í gildi, tá ávíst verður. Harafturat hevur løgtingið rokningina frá Anfinni V. Hansen, advokati, liggjandi. Hon er ikki avgreidd enn, sigur løgtingsformaðurin. Hann hevur ikki avgjørt, sigur hann, um løgtingið skal gjalda rokningina ella ikki. Anfinn V. Hansen var kanningarstjóri fyri løgtingið frá 19.november í fjør til 10.januar í ár. Fyri tveimum mánaðum síðani sendi hann løgtinginum rokning fyri arbeiðið, hann gjørdi sum kanningarstjóri. Tíggju fólk, sum búgva á Psykiatriska Deplinum, hava fingið tilboð um at flyta í nýggja sambýlið Eystan Heyg ella í sambýlið við Heyggjar, sum eisini er í Havn. Kappingin fer fyrst og fremst fram í Havn, og luttakandi londini eru umframt Føroyar Italia, Noreg og Grikkaland. Hetta er fyrstu ferð síðani 2004, at FSF er vertur fyri eini EM undankapping. Tá varð skipað skipaðu vit fyri undankapping fyri U19 landslið við dreingjum. Tað heldur amerikanski stovnurin fyri sjúkueftirlit og fyribyrging, CDC. Í greiningini sigur CDC, at millum 550.000 og 1,4 milliónir fólk kunnu verða smittað í teimum báðum londunum 20. januar. Sambært heimsheilsustovninum, WHO, hevur ebola sjúkan kravt 2811 mannalív í Sierra Leone, Guinea, Liberia og Nigeria. 5.864 fólk eru smittað. Serfrøðingar seta spurnartekin við greiningina hjá CDC, tí tølini, ið brúkt eru til greiningina, eru tríggjar vikur gomul. Síðani tá eru munandi stig tikin fyri at berja niður sjúkuna í Vesturafrika. Myndugleikarnir í nøkrum afrikanskum londum settu herfyri útgonguforboð í gildi, í eini roynd at steðga spjaðingini av ebola sjúkuni í teimum londunum, ið eru harðast rakt av sjúkuni. Kunngerðin áleggur fólki, sum hava hund, at hava hundin í bandi á gøtu, vegi, breyt ella øðrum øki, sum eru opin fyri vanligari ferðslu. Millum annað verður biðið um 3,45 milliónir krónur afturat til Strandfaraskip landsins. Framrokningar vísa, at hallið hjá stovninum verður seks milliónir krónur í ár. Strandferðslan hevur sjálv funnið góða hálva triðju millión. Millum annað verður viðlíkahald fyri hálva aðru millión útsett til næsta ár. Biðið verður um 400.000 krónur, so haldast kann fram við verkætlanini at ala seyð burtur úr ridluskriða, sum byrjaði í fjør, men ikki bleiv liðug. Barsilsskipanin hevur brúk fyri næstan 13 milliónum afturat, tí lógin er broytt, og ein avgerð hjá Kærunevndini kann kosta skipanini góðar 2,4 milliónir krónur í ár. Heilsutrygd skal hava 4,6 milliónir krónur afturat, og størstu hækkingarnar í uppskotinum um eykajáttan eru til arbeiðsfremjandi tiltøk, átta milliónir krónur, og fólkapensjón, 8,2 milliónir. Talan er tó ikki bara um fleiri útreiðslur. Løgmansskrivstovan letur landskassanum tvær milliónir aftur, tí gerðarrættarmálini móti ES eru tikin aftur. Vandin fyri at ebola sjúkan breiðir seg til Norðurlond er lítil, men vit mugu vera á varðhaldi kortini, sigur Anders Fomsgaard, professari og serfrøðingur í fjarskotnum virussjúkum. Í Føroyum fyrireikar heilsuverkið seg at taka ímóti møguligum ebola sjúklingum, og serlig útgerð er keypt, sigur William Smith, smittuverjufrøðingur í heilsuverkinum. Fara matvøruhandlarnir at selja øl og vín, fara føroyingar at drekka meira, ávarar Pál Weihe, formaður í Fólkaheilsuráðnum. Fólk mugu hava frælsi at velja sjálvi, og tað er ikki prógvað, at øl og vín í matvøruhandlum økja um nýtsluna, sigur Poul Michelsen, formaður í Framsókn, sum fer at leggja uppskot fyri tingið um at lata matvøruhandlar selja øl og vín. Bjørn Kalsø fekst ikki at siga, hvussu nógvar pengar, hann hevur biðið um til privatu miðlarnar. Men miðlarnir skulu fáa pengar til útbreiðslu og til redaksjónirnar. Leiðreglur skulu gerast um, hvussu pengarnir skulu býtast millum miðlarnar. Og tað verða ikki politikarar, sum skulu býta teir, segði Bjørn Kalsø. Landsstýrismaðurin segði, at við at umraðfesta í kontunum hjá Mentamálaráðnum í fíggjarlógini hevur hann funnið pengar til privatu fjølmiðlarnar. Men slíka undirtøku hevur hann ongantíð havt, hana hevur hann heldur ikki nú og væntar heldur ikki at fáa hana, tá tað ræður um at hjálpa Kringvarpinum. Ætlanin at geva Kringvarpinum pengar afturfyri, at Kringvarpið gevst at senda lýsingar, er kollsigld í samgonguni. Og tað er ætlanin um at lata Kringvarpinum meirvirðisgjaldið av kringvarpsgjaldinum eisini. Bjørn Kalsø segði bart út á pallborðsfundinum, at hann hevur mist alla vón um at fáa fjølmiðlapakkan, sum hann hevur arbeitt við í langa tíð, góðkendan í samgonguni. Og hann torir ikki at fara í løgtingið við honum, tí tað kann enda við, at støðan hjá Kringvarpinum verður verri, enn hon er nú. Barsilsskipanin noyðist at gera eina stóra og dýra útrokning, tí Kærunevndin hjá Barsilsskipanini í desember í fjør kolldømdi mannagongdina hjá Barsilsskipanini, tá hon roknaði út, hvussu nógvan pening fólk skuldu fáa, sum fóru í styttri barsilsfarloyvi enn ein heilan mánað. Men Barsilsskipanin noyðist at eftirrokna øll farloyvini av tí slagnum, sum Kærunevndin tók avgerð um, og sum eru játtað frá 6.desember í fjør, tá Kærunevndin tók sína avgerð, til 24.mai í ár, tá mannagongdin hjá Barsilsskipanini varð legaliserað. Neyðugt verður tí at seta eitt fólk í starv hjá Barsilsskipanini í eitt ár at rokna út, hvussu nógv fólk skula hava afturat, sum fingu ov lítið, ikki bara frá 6.desember í fjør til 24.mai í ár, men eisini fimm ár aftur í tíðina. Í eykajáttanarlógini, sum kom í løgtingið í gjár, biður Vinnumálaráðið um góða hálva triðju millión krónur til Barsilsskipanina í ár, so hon fær gjørt soleiðis, sum Kærunevndin segði. Í dag hoyra vit seinna part av biltúrinum hjá Herviliga Henry. Hetta er útvarpsleikur, sum Elin á Rógvi leggur til rættis og sigur frá. Dánjal Tausen er tøkningur. Bergur Rasmussen hevur týtt til føroyskt. Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum vil hava landsstýrismannin í vinnumálum at svara, hvat hann ger fyri at forða fyri sonevndari lønardumping. Á tingfundinum í gjár boðaði tingformaðurin frá, at Johan Dahl skal svara, hvør hevur eftirlit við, at útlendska arbeiðsmegin í Føroyum verður lønt sambært galdandi sáttmálum á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Landsstýrismaðurin skal eisini svara, um hann kann tryggja løgtinginum, at eftirlitið virkar so mikið væl, at tað ikki ber til at undirløna útlendskum arbeiðstakarum, og kann hann ikki tað, so skal hann siga tinginum, hvørji stig hann ætlar at taka fyri at verja føroysku arbeiðsmegina móti lønardumping. Kroystir handverkarar Formaðurin í Javnaðarflokkinum sigur í viðmerkingunum, at hann seinastu tíðina hevur hoyrt, at ávísar byggifyritøkur hava sagt føroyingum úr starvi, samstundis sum somu fyritøkur hava fingið sær útlendska arbeiðsmegi inn í landið. Aksel V. Johannesen vísir á, at formaðurin í Havnar Handverkarfelag alment hevur sagt, at fleiri limir í Havnar Handverkarafelag eru sagdir úr starvi seinastu tíðina, og at útlendska arbeiðsmegin, ið verður sett í staðin, fær eina lægri løn, enn føroyska arbeiðsmegin, sambært formaninum í Handverkarafelagnum. Nú hava Sirið Stenberg og Páll á Reynatúgvu, bæði í Tjóðveldi, aftur biðið løgtingið heita á landsstýrið um at leggja fram lógaruppskot, sum krevur, at strandfaraskipini siga allar ársins dagar. Sirið Stenberg og Páll á Reynatúgvu mæla tí til, at Strandferðslan fær fleiri pengar, so eisini verður siglt halgastu dagar í árinum, og at samráðingar vera við fakfeløgini um tað. Ovastevnan gav ov lítið í kassan, og tí fer stuðulsnevndin komandi tíðina at umrøða, hvussu pengar kunnu fáast til vega á annan hátt. Á tingfundinum í gjár boðaði tingformaðurin frá, at Johan Dahl skal svara, hvør hevur eftirlit við, at útlendska arbeiðsmegin í Føroyum verður lønt sambært galdandi sáttmálum á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Landsstýrismaðurin skal eisini svara, um hann kann tryggja Løgtinginum, at eftirlitið virkar so mikið væl, at tað ikki ber til at undirløna útlendskum arbeiðstakarum, og kann hann ikki tað, so skal hann siga tinginum, hvørji stig hann ætlar at taka fyri at verja føroysku arbeiðsmegina móti lønardumping. Formaðurin í Javnaðarflokkinum sigur í viðmerkingunum, at hann seinastu tíðina hevur hoyrt, at ávísar byggifyritøkur hava sagt føroyingum úr starvi, samstundis sum somu fyritøkur hava fingið sær útlendska arbeiðsmegi inn í landið. Aksel V. Johannesen vísir á, at formaðurin í Havnar Handverkarfelag alment hevur sagt, at fleiri limir í Havnar Handverkarafelag eru sagdir úr starvi seinastu tíðina, og at útlendska arbeiðsmegin, ið verður sett í staðin sambært formanninum í Havnar Handverkarafelag , fær eina lægri løn, enn føroyska arbeiðsmegin. Hann hevur fingið venjing í yvirgangi hjá al Keida í Jemen. USA setti norðmannin á sín lista fyri yvirgangsfólk í summar, og nú hevur ST gjørt tað sama. 35 ára gamli norðmaðurin er úr Nesodden í Noregi, og hann er eftirlýstur kring heimin. Tilsamans eru 13 yvirgangsfólk á listanum hjá ST, og hini eru úr Fraklandi, Saudiarabia, Senegal og Kuveit. Norska loyniløgreglan hevur havt eyguni við manninum síðani í juli, tá tað frættist, at hann var farin til Jemen at venja saman við øðrum limum í al Keida. Amerikanska uttanríkisráðið upplýsir, at norðmaðurin tók við islamskari trúgv í 2008, og at hann síðani ferðaðist fleri ferðir ímillum Noreg og Jemen. Seinastu ferð hann fór úr Noregi til Jemen var í 2011. Bæði amerikonsku og fronsku myndugleikarnir vilja vera við, at norðmaðurin kann ferðast til fleiri lond, og tí er stórur vandi fyri, at hann kann fremja yvirgangsatsóknir. Norska løgreglan hevur givið Interpol boð um at taka mannin, og londini, sum eru við í Schengen samstarvinum, hava fingið somu boð. Fyri fimm árum síðani kollveltist lívið hjá tí tá 26 ára gamlia havnarmanninum Vagni Mohr Mortensen, tá hann brádliga fekk staðfest krabbamein Polar Seafood hevur fingið 18.000, Royal Greenland 20.000 tons og onnur feløg tilsamans 52.000 tons. 10.000 tons eru eftir, sum verða útlutað seinni. Fleiri feløg hava gjørt stórar íløgur í skipa og útgerð fyri at klára at fiska upp alla makrelkvotuna upp á 100.000 tons, sum Grønland hevur ásett sær sjálvum. Eitt nú hevur Polar Seafood gjørt íløgur fyri 300 milliónir krónur í skip og útgerð, skrivar Kystmagasinet. Felagið hevur millum annað keypt tey bæði norsku skipini, Gardar og Eros. Tað er Ikki bara makrelur, ið fer í grønlendskan sjógv. Nógv er eisini til av tunfiski, tí sjógvurin er heitur. Sambært grein í nattúruvísindaliga tíðarritinum, Global Change Biology, vísa kanningar, at tunfiskur livur ikki leingi í sjógvi, sum er kaldari enn 11 stig. Í 2012 fekk eitt skip, sum royndarfiskaði í Grønlandsfjørðinum við EysturGrønland, tríggjar tunfiskar í nótina, umframt nógva sild og makrel. Tunfiskurin varð fiskaður har kaldur artisktur havsjógvur rennir saman við heitari sjógvi úr Atlantshavi. Seinast tunfiskur er skrásettur í grønlendskum sjógvi var í 1900. Tá gjørdi ein tunfiskur landgongd í Qaqortoq í útsynningsGrønlandi. Hóast tonsini vóru 516 færri enn í fjør, fingust 18 milliónir krónur meira fyri fiskin í ár. Tó er prísurin fyri upsan á leið tann sami sum í fjør. Seks onnur Sea Shepherd fólk fingu herfyri 1.000 krónur í bót fyri at bróta politiviðtøkuna og grindakunngerðina, tá grindadrápið var á Sandi. Tey fólkini vóru á sandinum og úti í sjónum. Eisini tey noktaðu seg sek. At túratalið verður skert vegna hvílitíðarreglurnar merkir, at Strandferðslan sparir áttahundraðtúsund krónir tað, ið eftir er av árinum. Umleið 40 lík, øll sivilfólk, eru funnin í einari av trimum hópgravum, sum nú eru funnar. Hetta sigur forsætisráðharrin í sjálvútnevnda Fólkalýðveldinum Donetsk við almennu russisku tíðindastovuna, Itar Tass. Vit hava higartil funnið tríggjar gravir, og í tí eini vóru 40 lík av sivilfólki. Í tveimum øðrum eru lík av tiknum militsfólki og herfólki úr ukrainska herinum, sigur Alexander Zakar chenko, sum leggur afturat, at óvist er, um enn fleiri hópgravir eru. Av fýra líkum, sum eru kannað, eru trý eyðmerkt sum kvinnur, sum sambært Itar tass vóru neyðtiknar, píndar, bundnar og síðani skotnar. Ein av kvinnunum var við barn. Russiska uttanríkisráðið sigur, at hópdrápini í Donetsk er hernaðarligt brotsverk, og rør sambært itar tass framundir, at brotsverkið kann framt av ukrainsku tjóðarhirðini og krevur eina altjóða og neyva kanning í stundini. Annar sáttmálin er við føroysku fyritøkuna Demich, um at seta upp luftskiftisskipan, og hin við danska felagið Brøndum International um VVS arbeiðið til skúladepilin. Møguleiki var ikki at fáa alt hetta arbeiðið á føroyskar hendur, men helvtina hevur so ein føroysk fyritøka fingið, sigur Arne Debess Madsen, sum er verkætlanarleiðari á Landsverki. Í løtuni eru eini hálvthundrað fólk til arbeiðis á byggiplássinum við Marknagil. Byggingin við Marknagil er nú farin at taka skap, og nú sæst, hvussu stórur depilin fer at verða. Skúladepilin við Marknagil fer at hýsa einum samanløgdum studentaskúla, handilsskúla og tekniskum skúla við felags hentleikum og felags leiðslu. Kostnaðarætlanin fyri verkætlanina er 515 milliónir, íroknað innbúgv og annað, og skúlin skal eftir ætlan takast í nýtslu við skúlaársbyrjan í 2016. Annar sáttmálin er við føroysku fyritøkuna Demich um at seta upp luftskiftisskipan, og hin við danska felagið Brøndum International um VVS arbeiðið til skúladepilin. Sáttmálin við Demich er 21 miliónir krónur, og sáttmálin við Brøndum International 22,2 milliónir krónur. Møguleiki var ikki at fáa alt hetta arbeiðið á føroyskar hendur, men helvtina hevur so ein føroysk fyritøka fingið, sigur Arne Debess Madsen, sum er verkætlanarleiðari á Landsverki. Í løtuni eru eini hálvthundrað fólk til arbeiðis á byggiplássinum við Marknagil. Skal kosta 515 milliónir Skúladepilin við Marknagil fer at hýsa einum samanløgdum studentaskúla, handilsskúla og tekniskum skúla við felags hentleikum og felags leiðslu. Samlaða gólvvíddin er 19.500 fermetrar, og pláss verður fyri umleið 1.300 næmingum. Kostnaðarætlanin fyri verkætlanina er 515 milliónir, íroknað innbúgv og annað, og skúlin skal eftir ætlan takast í nýtslu við skúlaársbyrjan í 2016. Eg vil fegin sleppa fiskimonnum undan ov nógvum pappírsarbieði. Vit skulu sleppa undan aftur og fram sølum av bátum, og fiskimenn skulu heldur ikki brúka sína tíð upp á at fylla út umsóknarbløð. Skipanin hevur verið alt ov stirvin, sigur Elisabeth Aspaker við NTB. Hon hevur sent út uppskot til hoyringar um broytingar í lógini, sum ger mannagongdirnar einfaldari, tá kvotur verða seldar frá einum báti til annan. Í dag noyðast fiskimenn at søkja í trimum umførum, og skipið ella báturin má skifta eigara fyri at kvoturnar kunnu flytast frá einum reiðara til annan. Almannamálaráðið avgjørdi í fjør, at treytin fyri at fáa stuðul er, at feløgini lata ráðnum hagtøl um virksemi sítt, millum annað um hvussu nógvar áheitanir, tey fáa. Hetta skuldi fyrstu ferð gerast seinna hálvár í fjør. Men Almannamálaráðið hevur bert fingið frágreiðing frá átta feløgum. Og av teimum átta kunnu bert fýra veruliga brúkast, tí í hinum vóru fáar skrásetingar, so ikki bar til at gera greiningar. Orsøkirnar til, at so fá feløg hava latið Almannamálaráðnum hagtøl eru serliga byrjunarbtrupulleikar. Fleiri feløg eru ikki von at skráseta, og hava verið nakrar óvissur og ivamál í sambandi við skrásetingarnar. Eisini vóru skrásetingarnar ikki heilt eins, tí feløgini ikki skiltu spurningarnar heilt eins. Okkurt felag hevur havt stórar umskipanir í árinum, og tí ikki komin í gongd við skrásetingarnar. Onnur hava skrásett áheitanir, men ov nógv frávik vóru gjørd, soleiðis at skrásetingarnar ikki kundu gerast til hagtøl. Tað vísur Marjun Magnussen, deildarstjóri í Almannamálaráðnum á. Men ráðið samstarvar við feløgini um at eftirmeta skipanina og spurningarnar, og vit ivast ikki í, at saman við feløgunum ber til at røkka á mál við at skráseta hagtøl, sum eru treytin fyri at fáa pengar frá Almannamálaráðnum. Tað sigur Marjun Magnussen, deildarleiðari á Almannamálaráðnum Almannamálaráðið hevur gjørt frágreiðingar um tølini hjá MBF, Deyvahúsinum, Kvinnuhúsinum og Sorgarbólkinum Beranum. Hjá hinum feløgunum vóru ov fáar skrásetingar, so ikki bar til at gera greiningar. Frágreiðingarnar kunnu síggjast á heimasíðuni hjá Almannamálaráðnum. Teksturin skal vera morgunsendingini í hendi í seinasta lagi týsdagin, 30. september á middegi. Minst til at geva tekstinum eitt heiti. Góðan skrivihug. Fíggjarnevndin spurdi annars Almannamálaráðið, tá nevndin viðgjørdi fíggjarlógina fyri 2014, um til bar at taka átta milliónir av kontuni. Tað helt Almannamálaráðið ikki. Endamálið við lógini er at forða fyri, at fólk, sum fáa fyritíðarpensjón, forsorgarhjálp, tí tey eru arbeiðsleys, dagpengar, tí tey eru sjúk, og fólk, yngri enn 18 ár, sum bera brek, enda uttan fyri arbeiðsmarknaðin. Samstundis sum útreiðslurnar til tillagað størv eru øktar, eru útreiðslurnar til miðal og lægstu fyritíðarpensjón higartil í ár minni enn væntað, stendur í uppskotinum um eykajáttanarlóg. At missa eitt barn man vera ein tann ringasti tankin hjá forteldrum. Hjá Selmu Herup og manninum er tað ikki bert ein tanki, men veruleiki. Fyri tveimum árum síðani mistu tey dóttrina Birnu, sum bert bleiv tríggjar mánaðir gomul. 650 orð er skrivitiltak, sum Góðan morgun Føroyar ger saman við Rakel Helmsdal. Avbjóðingin er at skriva ein tekst, sum er í mesta lagi 650 orð til loingdar Henrik Old, úr Javnaðaflokkinum, spyr Johan Dahl, landsstýrismann, hvørji viðurskifti eru broytt, nú leiðslan fær boð um at skerja túratalið á eini leið, sum, sambært Henriki Old, hevur fægst túratal og mesta flutning. Í viðmerking til fyrispurningarnar skrivar javnaðartingmaðurin, at 24. oktober 2012 hevði leiðslan á Strandferðsluni fund við tingfólk um játtanina til Strandfersluna har víst varð á, at millum annað av nýggjum manningakrøvum fór játtanin ikki at halda. Strandferðslan fekk tá at vita frá politiska meirilutanum, at tað hvørki bleiv talan um at seta prísin upp ella túratalið niður. Tá var mest talan um siglingina hjá Teistanum. Nú verður boðað frá, at tað framanundan lága túratalið hjá Smyrli, skal skerjast uppaftur meir. Hesar broytingar vórðu gjørdar, hóast nøgdin av flutningi er vaksin munandi seinastu árini, skrivar Henrik Old í viðmerkingunum til skrivliga fyrispurningin. Kann tað hugsast, at orsøkin til at man fyri aðru ferð í hesum samgongsskeiðnum velur, at skerja túratalið hjá Smyrli vera tann, at í løtuni situr einki løgtingsumboð fyri Suðuroynna í samgongu Tí verða hesir spurningar settir til landstýrismannin, Johan Dahl. Forlagið hevur higartil givið umleið 40 bøkur út, serliga til danska marknaðin. Talan er eitt nú um skaldsøgur eftir Jóanes Nielsen og barnabøkur eftir Bárð Oskarsson. Útgávurnar hava vakt ans í Danmark, og hava eisini hjálpt høvundunum víðari út í heim. Torgard hevur eisini givið íslendskar, kanadiskar og norskar bøkur út, men hetta steðgar eisini. Vit fara um grindina og lýsa grundir, gongdir og viðurskiftir annars á mentanarpallinum. Í fyrstu sendingini hoyra vit millum annað um bókmentir, film, arkitektur og blogg. Ætlanin er at samskipa allar tænasturnar á einum staði, soleiðis at tilboðini, sum í dag eru pettað sundur, frameftir verða eitt samanhangandi heildartilboð til børn og ung við fjølbreki, skrivar Landsverk. Reyðar baklyktir á vegnum. Ja, kann tað sigast meiri fullfíggjað Vit kenna hann annars kanska best frá visuellu listini, har hann við sínum sermerkta stíli eitt nú hevur myndprýtt bøkur, fløgur og frímerki sjálvlærdi listarmaðurin Anker Eli Petersen er ein av gestunum á Mentanarcaf ina, ið varð send beinleiðis úr Norðurlandahúsinum. Er hon ein hardcore feministur ella eru sjónarmiðini heldur hóvligari hesin er millum spurningarnar vit seta Siri Sørensen, blðastjóra, nú Kvinna rundar tey fyrstu 10 árini í ár. Vælupplagda kjakpanelið, ið er mannað av Guðrið Poulsen, listakvinnu, Ole Wich, formanni í Myndlistafelag Føroya, og Albert Isfeld, arkitekti, viðgerð evnið. Í dag hoyra vit søguna um Herviliga Henry og telduna. Hetta er útvarpsleikur, sum Elin á Rógvi leggur til rættis og sigur frá. Dánjal Tausen er tøkningur. Bergur Rasmussen hevur týtt til føroyskt. Politistøðin í Havn hevur fingið fráboðanir um trampolinir, sum eru farnar á flog, okkurt træ er koppað og nakrir byggipallar, nøkur stillads, stóðu og ridlaðu. Árna Fjallstein og David Arge Galan fóru í morgun til eina altjóða bodybuildara kapping í Onglandi, sum er í enska býnum Leamington. Sjálv kappingin verður sunnudagin. Í útvarpsstovuna eru tey bæði nú komin Árna Fjallstein og David Arge Galan. Í eykajáttanarlógini, sum nú er komin í løgtingið, verður biðið um, at játtanin til rentustuðulin minkar 1,8 milliónir krónur, tí sethúsarentan hjá peningastovnunum er lækkað. Sambært fíggjarlógini fyri 2014 kostar rentustuðulin 98 milliónir krónur Í uppskotinum um eykajáttanarlóg verður biðið um, at játtanin lækkar niður í 96,2 milliónir krónur Landskassin sparir eina millión netto. Tí kommunurnar skuldu flyta landinum 45,5 milliónir til rentustuðulin í ár, men tann flytingin fer niður í 44,7 milliónir krónur Jógvan D. Hansen, lærari í filosofi, greiðir frá vistfrøði. Hvat er vistfrøði Vit leita aftur til tað upprunaliga, men er tað til Og hví skulu vit verja nátúruna hava vit ábyrgd fyri komandi ættarliðum Hvørjar avleiðingar hevur okkara nýtsla Av tí at skúlaárið og fíggjarárið ikki fylgjast er torført at meta um, hvussu nógvar pengar, fólkaskúlin skal hava í fíggjarlógini. Skúlarnir boða frá fyribils næmingatølum 1.februar fyri komandi skúlaárið. Fyribils tímajáttan verður latin skúlunum sambært hesum tølum. 1.september fær Mentamálaráðið endaligu næmingatølini. Og ikki fyrr enn tá ber til at rokna út endaliga, hvussu nógvar tímar, skúlarnir skulu hava. Eisini onnur viðurskifti gera, at illa ber til at raka beint, tá talið hjá fólkaskúlanum skal setast í fíggjarlógina, sigur Mentamálaráðið. Mentamálaráðið hevur tó funnið 3,1 milliónir á sínum egnu kontum, so hækkaða játtanin til fólkaskúlan kostar ikki landskassanum meira. Frískúlin við Hoyvíkstjørn er givin. Teir 43 næmingarnir eru farnir í aðrar skúlar í Tórshavnar kommunu, og har sparir landið 600.000 krónur Annars verður játtanin til ES granskingarskránna 300.000 krónur minni, játtanin til lestrarstuðul minkar 1,4 milliónir krónur, og játtanin til lestrarlán minkar 800.000 krónur í morgin verður ein bókaframløga í Gamla Prestagarðinum á Nesi um bókina BARNAHEIMIÐ, sum Gerhard Hansen hevur skrivað. Barnaheimið, sum byrjaði í Vestmanna helt til í Prestagarðinum undir krígnum, og tí verður bókaframløgan har. Gerhard Hansen var í útvarpsstovuni í morgun Bólkurin Blátt Gras byrjaði fyri góðum árið síðani. Navnið Blátt Gras kemur frá tónleika sjangruni, blue grass. Hetta er eisini tað, sum sermerkir bólkin. Blátt Gras hevur skrivað og smíða øll løgini, sum teir syngja og spæla. Innihaldi í tekstunum er tikið úr gerandisdegnum. Tekstirnir eru millum annað um at liva lívið í við og mótgongd. Manningin í Blátt Gras Terje Johannesen, Gunnar Steintún, Richard H. Johansen, Ragnar Joensen og Johan Mikkelsen. Suðuroyingar hava tikið stig til at savna inn undirskriftir á internetinum, har heitt verður á løgtingið um at játta tað, sum krevst fyri at Smyril kann halda verandi ferðaætlan. Kvinna skrivar um mannin, sum hevur neyvt eftirlit við streymnýtsluni í húsinum. Hann loyvir sær at vera leingi í brúsu, men húsfólkið skal makka rætt, tí tað er hann sum betalir. Maðurin hevur ein yndisáhuga, sum er ættargransking. Men hetta keðir makan, sum er við at kvalast at hoyra um deyð fólk og at maðurin setir øll í eitt ættartræ. Hvat ger mann ella sigur mann við abban, sum heldur hann kann loyva sær at siga alt við øll Abbadóttirin hevur fingið sheik, sum lesur til námsfrøðing og tað fellur ikki í góða jørð. Maðurin skrivar at hjúnarbandið er kalt og konan tekur allar avgerðir. Hann vil so fegin fáa ein hund, men konan sigur kortanei. Skal hann gera tað kortini Brúkarar eftirlýsa, at skipini hjá Stransferðsluni skulu sigla meira um páskirnar og á jólum. Vit hava lurtað, og frá nýggjárinum verður siglingin økt, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í samferðslumálum. Broytingini ber í sær, at skipini sigla ein dupulttúr tað vil siga aftur og fram eina ferð langa fríggjadag, páskadag og jóladag. Á tann hátt verður møguligt hjá fólki at ferðast høgtíðardagar, har ið tað higartil ikki hevur verið gjørligt. Í hesum døgum undirskriftainnsavning, har mótmælt verður, at ætlanir eru um at skerja túratalið hjá Smyrli Les Suðuroyingar savna inn undirskriftir 14466 ferðirnar. So ofta er nýggja lýsingarátakið hjá Visit Faroe Islands , ið skal fáa fleiri ferðafólk til landið um veturin, deilt á Facebook, har styrkin í átakinum er. Í miðal er tað 602 ferðir hvønn tíma, nú 24 tímar eru gingnir, síðan Visit Faroe Islands klokkan 13 hósdagin trýsti á knøttin. Talið veksur eisini fyri hvønn tíma, ið gongur. Brúkarar á Facebook kunnu annaðhvørt deila filmin, ið er framleiddur til átakið hjá Visit Faroe Islands, ella brúkarar kunnu snikka til eina av myndunum við egnum teksti. Aðalmálið við lýsingarátakinum er at økja umsetningin í ferðavinnuni í Føroyum um veturin, so ferðavinnan eisini fær ágóðan av ferðafólkum á vetrartíð, tá lítið virksemi er í ferðavinnuni. Talan er um fýra partí, sum standa á lokinum á ílatinum. Illgruni er um, at sjúkuelvandi bakteriur av slagnum Burkholderia kann vera í vøruni. Fólk, ið hava veika immunverju, kunnu gerast sjúk. Tey, ið hava brúkt vøru við hesum batch numrum, og kenna seg sjúk av ókendari grund, verða biðin um at venda sær til egnan lækna, og hava hesa fráboðan við sær. Nakað av hesi vøruni er innflutt til Føroya, helst seinast í august í ár. Tey, ið halda seg hava fingið hesa vøruna, verða biðin um ikki at brúka hana ella tveita hana burtur, men heldur lata hana aftur til hana aftur til handilin, har hon varð keypt, ella senda hana til framleiðaran Unilever Danmark Forbrugerkontakt Ørestads Boulevard 73 DK 2300 København S Danmark Fjøran í Vestmanna verður matrikulerað av nýggjum, og fyrri parturin av nýmatrikuleringini er liðugur. Hann fevnir um økið av Grønanesi inn til Fossá. Sum matrikullógin sigur hevur Fiskimálaráðið stevnt øllum, sum mótmæla nýggju matrikuleringini ella halda seg hava veðrætt ella onnur rættindi í fastari ogn í økinum. Føroya rættur fer at viðgera mótmælini hvønn mánadag í tíðarskeiðinum 27.oktober til 15.desember. Føroya rættur skal staðfesta matrikuleringina. Tá Føroya rættur er liðugur við máli, verður ein eigindómsdómur sagdur, har tann nýggi matrikulin verður dømdur at vera rættur og galdandi. Frá 1965 til 1997 vórðu allar Føroyar matrikuleraðar. Í ávísum førum hevur tað síðani víst seg, at ov stórur munur er millum matrikulkortið og veruligu viðurskiftini á staðnum. Fjøran í Vestmanna er eitt tílíkt øki. Matrikuleringin har varð í síni tíð grundað á korttilfar, sum varð gjørt í sambandi við útskiftingararbeiði tíðliga í farnu øld. Harafturat eru nýtsla og bygging fram við fjøruni og í fjøruni framd í verki, uttan at matrikuleru viðurskiftini eru rættað samsvarandi, sigur Umhvørvisstovan. Í hesi sending tosaðu vit við Hans Hjørleiv Magnussen, sum síðani mai er farin aftur 30 kg. Vit vóru ein túr í Yndi saman við Bjørg Johanna Poulsen, ið hevur ein harðan dyst at fara aftur frá 124 kg til eina meira vanliga kropsvekt. Eftir venjingina tosaðu vit við Bjørg Johonnu og Monu Breckmann, sum er persónligur venjari og ein sum gevur íblástur innan málsetan. Vit tosaðu við Hall Simonsen, sum hevur ein øgiliga flottan kropp. Fíggjarnevdin hevði ikki álit á framrokningnum hjá Almannamálaráðnum, og tók tí nógvan pening burtur, ið varð settur av til millum annað fólkapensjónir og forsorg. Husk Mit Navn skal í næstum sína fram á framsýningini GISP Í Norðurlandahúsinum, sum er um norðurlendskar teknirøðir. Og tí er hann komin til Føroya at mála. Husk Mit Navn hevur ein eyðkendan og speiskan stíl, sum til tíðir eisini verður lýstur at vera samfelagsrevsandi, tí hann nemur við evni og málar á støðum, sum onnur listafólk ikki gera. Husk Mit Navn hevur millum annað málað og sýnt fram í New York, Madrid, Brussel, Cologne, Stockholm, Dresden, Napoli og Keypmannahavn. Men hann hevur eisini málað ein 130 metrar langan vegg á Roskilde festivalinum, á Mændenes hjem fyri heimleysar menn í Keypmannahavn og saman við palestinskum graffitimálarum á Vestara áarbakka. Bókin Lat eisini meg, verður at hoyra leygarmorgnar klokkan 9.30 og sunnudagar klokkan 17.10 í útvarpinum. Bókin er í 11 pørtum. Eyð Berghamar Jacobsen lesur. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2013. Bókin Lat eisini meg er nýggj upprunaføroysk bók um happing. Ein hjartanemandi søga um at kenna seg uttanfyri Halldóra Dam hevur skrivað bókina, sum eisini er fyrsta bók úr hennara hondum. Bókin er um gentuna Drós, sum verður illa happað í flokkinum. Hvør einasti dagur er eitt satt stríð at koma ígjøgnum, tí hon veit ongantíð, hvat hon kann vænta sær. Drós gongur einsamøll við hesum, ongin veit av nøkrum uttan sjálvandi happararnir. Men so ein dagin kemur Rita at ganga í flokki saman við Drós, og tá fer knappliga okkurt at henda, tí Rita ræðist ikki, hvat onnur halda, at ein eigur at gera. Hon hevur sín egna vilja, og hon vil vera saman við Drós, tí henni dámar hana Hetta er ein bók beint úr gerandisdegnum og lýsir eitt fyibrigdi, sum nógv børn tíverri kenna aftur. Bókin er serliga væl egnað til tey 9 til 12 ára gomlu. Hon er 96 bls., og unga Bjørk Jónheðinsdóttir Tróndheim hevur gjørt permuna. Hetta fall einum almennum starvsfólki so mikið fyri bróstið, at viðkomandi valdi at kæra avgerðina hjá Gjaldstovuni til Løgtingsinsumboðsmann. Mínboks er ein ókeypis skipan við persónligum talgi ldum postkassum, har borgarar kunnu fáa atgongd til post frá almennu myndugleikunum. Gjaldstovan, sum hoyrir undir Fíggjarmálaráðið, hevur onga lógarheimild at krevja, at løntakari meldar seg til Mínboks fyri at móttaka lønarseðil. Í síni frágreiðing til mín um ítøkiligu klaguna viðmerkir Fíggjarmálaráðið, at tað ongastaðni er ásett, hvussu lønmóttakarin skal hava skrivliga lønarseðilin. Eg lesi hetta sum, at Fíggjarmálarráðið er av tí fatan, at heimild er fyri nýggju mannagongdini, sum hevur við sær, at løntakari skal melda seg til Mínboks fyri at móttaka lønarseðil. Hesi fatan er ikki grundarlag fyri. Greitt er, at í skattalógini grein 63, stykki 7, er ásett, at løntakari skal hava skrivliga fráboðan, tá ið løn verður ávíst. Men sambært Løgtingsinsumboðsmanni, lýkur Gjaldstovan ikki kravið um skrivliga fráboðan um løn og skatt við nýggju mannagongdini um at brúka Mínboks, tí fleiri starvsfólk harvið ikki fáa lønarseðilin og kunnu tískil ikki lesa hann. Fíggjarmálaráðið roynir í hoyringsskrivinum til kæruna at vísa á, at Gjaldstovan síðan 2005 hevur sent lønarseðlarnar talgilt í Netmiðluna, og at Mínboks er bara ein annars talgildur postkassi. Men hetta er ikki rætt, sambært Løgtingsinsumboðsmanni, tí Mínbok er nógv meira umfatandi, tí við at skráseta seg í Minboks velur brúkarin ikki bara at móttaka post frá einum myndugleika og velja at samskifta við aðrar myndugleikar og privat virki. Løgtingsinsumboðsmaður átalar í niðurstøðuni eisini, at um starvsfólkið ikki sjálvboðið skrásetir seg í Mínboks, so verður ein talgildur postkassi sjálvvirkandi stovnaður fyri starvsfólkið, fyrstu ferð tað fær løn umvegis Gjaldstovuna. Tað var serliga fyri útvarpssendingina Vitan, at Kári Sólstein varð heiðraður í sambandi við árligu Vísindavøkuna. Í grundgevingini fyri at lata Kára Sólstein heiðurslønina á 5000 krónur, varð millum annað sagt, at hann dugir framúrvæl at seta einfaldar onkur vildi sagt býttar spurningar. Hetta er triðju ferð, at Granskingarráðið letur heiðurslønina. Í 2012 varð hon latin Dorete Bloch, professara í lívfrøði, og í fjør fekk Pál Weihe, yvirlækni og formaður í Fólkaheilsuráðnum, heiðurslønina. Portal.fo skrivaði í gjárkvøldið, at ein kvinna, sum hevði verið til handils í Klaksvík, varnaðist, tá hon kom til hús, at pengamappan var horvin. Gjaldskortið hjá kvinnuni varð síðan brúkt fimm ferðir í sjálvtøkum hjá báðum bankunum í Klaksvík. Okkurt um 10.000 krónur vórðu tiknar út við kortinum hjá kvinnuni. Vakthavandi á Politistøðini sigur við Útvarpið, at nakrar mannagongdir eru, tá politiið skal hava myndir úr vakmyndatólum hjá peningastovnunum, men tá politiið hevur fingið myndirnar ber kanska til at síggja, hvør brúkti stolna kortið. Politiskt ódnarveður hevur tikið seg upp í Grønlandi um vikuskiftið, eftir at tað er komið fram, at landskassin hevur lagt út fyri privatar útreiðslur hjá landstyrisforkvinnuni Alequ Hammond. Á tíðindafundi í gjárkvøldið tók Aleqa Hammond fulla ábyrgd av fíggjarliga óskilinum, og hon tekur undir við ynskinum um at seta eina kanning í verk. Fríggjadagin bórust tíðindi um, at grønlendsku landstingsgrannskoðararnir hava biðið um at fáa 106.000 krónur aftur. Pengarnir, sum landskassin hevur lagt út, er brúktir til privatar flogferðaseðlar, hotelgistingar umframt mat og minibarr til Alequ Hammond við familju. Eisini hevur landskassin rindað fyri privata veitslu, sum varð hildin í hølum, sum grønlendska Sjálvstýri eigur. Aleqa Hammond sigur, at talan er um eina villu, tá flogferðaseðlarnir vórðu bílagdir. Eg samdist beinanvegin við míni embætisfólk, at tey skuldu bíleggja ferðirnar til familjuna somu tíð, sum eg skuldi ferðast. Men tá eg fekk rokningina frá ferðaskrivstovuni, sá eg, at alt stóð á somu rokning, hevur Aleqa Hammond sagt við grønlendska kringvarpið. Sambært landstingsgrannskoðarunum, stavar meginparturin av útreiðslunum frá apríl í fjør, og hóast teir bóðu um at fáa rætt lag í óskilið beinanvegin, so var tað ikki fyrrenn í síðsta mánað, at Aleqa Hammond rindaði pengarnar aftur. Formaðurin fyri landstingsgrannskoðararnar, Kristian Jeremiasen heldur, at málið er so álvarsligt, at hann hietir á andstøðuna um at leggja fram misálit á stjórnarleiðaran. Hóast Aleqa Hammond longu hevur goldið pengarnar aftur, so er framvegis talan um lógarbrotm og tað gongur ikki, sigur Kristian Jeremissan við KNR. Forkvinnan í størsta andstøðuflokkinum, IA, Sara Olsvig, mælir til, at landsstýrisforkvinnan skrivar út nýval. Tíðin er komin at fólkið verður spurt, um vit kunnu liva við núverandi stjórn, sigur forkvinnan í IA í tiðindaskrivi. Aleqa Hammond er ikki hin einasta, ið hevur havt trupult við at halda egnar og almennar útreiðslur atskildar. Fyrrverandi landstingsformaðurinm, Kuubik V. Kleist frá IA, hevur enn ikki goldið góðar 25.000 krónur, sum landstingsgrannskoðararnir fleiri ferðir at biðið um at fáa afturgoldið. Og hóast vit í Føroyum ikki hava funnið olju enn, so steðgaði tað ikki fýra kommunum at senda fólk avstað at luttaka á messuni. Og tað er dýrt at luttaka. Við ferð, uppihald, dagpengum, fundarpengum og øðrum kostaði føroyska luttøkan íalt 911.115 krónur hesar fýra dagarnar, oljumessan vardi. Tvøroyrar Kommuna var bíligast. Tað kostaði 87.800 krónur at luttaka á oljumessuni. Ferðaseðlarnir kostaðu 14.000 krónur. Fýra fólk skuldu avstað. Varaborgarstjórin, Bjarni Hammer, Johan Mortensen, Jón Bogi Guttesen og Jens Johannesen. Men hin síðstnevndi kom ikki við kortini. Lítið nyttaði tey fingu ikki ferðaseðilin refunderaðan. Johan Mortensen, stjóri í smápartafelagnum Baldursbrá, var við sum konsulentur fyri Tvøroyrar Kommunu. Umframt ferð og uppihald fekk hann góðar 8000 krónur í konsulentløn fyri sítt arbeiði fyri kommununa. Tvørámenninir búðu saman í íbúðum íalt 26.000 krónur fyri fýra nætur. Básluttøkan hjá Tvøroyrar Kommunu kostaði eisini 35.000 krónur. Vágs Kommuna sendi eisini trý fólk avstað. Men tann ferðin kostaði góðar 125.000 krónur slakar 50.000 krónur meir enn grannakommunan. Skattgjaldarin í Vági rindaði Dennisi Holm, borgarstjóri, Hans Jacob Bech, havnameistari og Boga Mortensen, vinnusamskipara, slakar 35.000 krónur í gisting, góðar 11.000 krónur í flogferðum og sambært yvirliti frá kommununi góðar 29.000 krónur í dagpeningi og líknandi. Harumframt kostaði básluttøkan og lýsingartilfar hjá Vágs Kommunu íalt 50.000 krónur. Eisini Runavíkar Kommuna sendi tríggjar luttakarar avstað til Stavanger. Tað kostaði henni 117.000 krónur. Skattgjaldarin rindaði góðar 11.000 krónur í flogferðum og góðar 31.000 krónur í gisting til Magnus Rasmussen, borgarstjóra, Arnfinn Langgaard, býráðslim og formann í vinnu og havnanevndini, og Tórbjørn Jacobsen, havnarfúta. Móttøkan kostaði runavíkingum smáar 20.000 krónur og básluttøkan 35.000 krónur. Tey trý umboðini fyri Runavíkar Kommunu fingu ikki eins nógv í dagpengum og eitt nú tey trý umboðini hjá Vágs Kommunu. Runavíkingar fingu 2300 krónur í part. Harumframt fekk Arnfinn Langgaard góðar 6.000 krónur í fundarsamýning fyri lutttøku á oljumessuni. Kommunan fekk endurgoldið tveir døgurðar. Tann fyrri var á matsovuni Mash í Kastrup Lufthavn. Á skránni vóru millum annað hummari og lambakotelettir. Tann rokningin var góðar 1400 krónur. Hin døgurðin var á La Plazza í Stavanger, tá borgarstjórin át saman við møguligum kundum. Rokningin var 3.700 krónur. Fjórða og størsta kommunan, Tórshavnar Kommuna, hevði nógv størstu útreiðslurnar á oljumessuni. Íalt 580.655 krónur. Gistingin kostaði góðar 163.000 krónur. Tjaldið kostaði 35.000 krónur. Tórshavnar Kommuna hevði leigað og sent Westward Ho til Stavanger. Tað kostaði góðar 117.000 krónur. Teir kostaðu 65.500 krónur umframt góðar 34.000 krónur í flogferðum umframt 7800 krónur í ferðaútreiðslum og dagpengum Býráðslimirnir skuldu eisini hava dagpengar. Íalt góðar 5.200 krónur. Fundarpengar skuldu býráðslimirnir eisini hava. Íalt góðar 21.000 krónur. Eisini embætisfólkini hjá Tórshavnar Kommunu skuldu hava dagpengar íalt 4.748 krónur. Hýruvognsførararnir hava notið væl av at hava umboð fyri Tórshavnar Kommunu á vitjan í Stavanger í fýra dagar. Bara í hýruvognsútreiðslum rindaði Tórshavnar Kommunu góðar 11.500 krónur. ALS er tó við í samstarvinum tí, arbeiðsloysisskipanin vil bjóða teimum útlendingunum, sum eru í skipanini, møguleikan at gerast stinnari í føroyska málinum, sigur Magni á Deild Olsen. Áhugin fyri skeiðnum er stórur, tí 54 umsøkjarar vóru til tey einans 20 plássini, skrivar IN.fo. Tey sum byrja á skeiðnum mánadagin koma úr 12 ymiskum londum, og hava sera ymiska málsliga bakgrund. Skeiðið byrjar í morgin, og talan er um eitt intensivt skeið, fýra tímar um dagin hvønn dag í 20 vikur. Skeiðið er ókeypis, og undirvísari er Bergljót av Skarði. Eini 500 børn, ung og vaksin úr øllum landinum hava higartil gingið í sjálvhjálparbólkinum hjá Beranum, og seinna hálvár í 2013 fekk Berin 212 áheitanir. Berin var stovnaður í 2002, og er felagsskapur, ið veitir børnum og ungum, sum hava mist foreldur ella systkin við deyða, eitt stað, har tey kunnu møtast og práta við javnlík. Hetta endurspeglar virksemið hjá Beranum, tí tá barnið setur seg í samband við Beran, verður farið undir eina tilgongd við samrøðum, og nógv samskifti er partanna millum í tilgongdini. Tað eru fleiri gentur enn dreingir, ið seta seg í samband við Beran, ávikavist 111 og 81, og so at siga øll, sum seta seg í samband við Beran, eru undir 18 ár. Hetta samsvarar eisini væl við endamálið hjá felagnum, sum er at veita børnum og ungum, sum hava mist, eitt stað at práta við javnlík. Í frágreiðingini stendur, at tá ið Berin bleiv stovnaður, varð sjálvhjálparbólkurin fyrst og fremst ætlaður børnum pg ungum í skúla aldri, men við tíðini hevur aldurmarkið fyri at verða við í bólki flutt seg. Mortan Rasmussen kom í 1963 aftur til Føroya at arbeiða á posthúsinum í Havn. Postverkið var framvegis danskt, men mangt var kortini at seta seg inn í. Arbeiðsumstøðurnar vóru trongar, og bræv og pakkaposturin var nógvur, ikki minst, tá skipini komu úr Danmark. Haðani komu eisini allir brennivínskassarnir. 1. apríl 1976 kom postverkið á føroyskar hendur. og um sama mundið var Postfelag Føroya stovnað at taka sær av sáttmálaviðurskiftunum. Sum árini liðu, var minni í part hjá postverkinum, og inntøkurnar fóru at svikja. Føroyingarnir, sum fýra kommunur sendu avstað á oljumessu í Stavanger í summar, búðu íbúðum, sum kostaðu nógv at leiga. Gisting í norska Stavanger er lutfalsliga dýr serliga tá oljumessa verður hildin, og nógvir útlendingar vitja. Fekk íbúð fyri seg sjálvan Til dømis bíløgdu umboðini hjá Tvøroyrar Kommunu varaborgarstjórin Bjarni Hammer, havnarmeistarin Jón Bogi Guttesen og konsulenturin Johan Mortensen tvær íbúðir. Onnur kostaði 10.500 krónur, meðan hin kostaði 16.000 krónur. Tað svarar til góðar 8.800 krónur fyri hvønn luttakara ella 2.200 krónur fyri hvørja nátt. Til samanberingar kann nevnast at eitt kamar á Hotel Føroyum kostar 1500 krónur 700 krónur bíligari. Hvør av teimum trimum slapp at fáa eina heila íbúð fyri seg sjálvan, framgongur ikki á kvittanini. Borgarstjórin búði í kamari Eisini tey trý umboðini fyri Runavíkar Kommunu búðu á Myhrgaarden. Men í mun til starvsfelagarnar á Tvøroyri, sum deildust um ein íbúð, so fingu havnarfútin Torbjørn Jacobsen og formaðurin í vinnu og havnanevndini, Arnfinn Langgaard, hvør sína íbúð. Borgarstjórin í Runavík, Magnus Rasmussen noyddist sambært kvittanini, at taka til takkar við einum kamari men prísurin er tann sami góðar 10.500 krónur í part tað svarar til 2600 krónur fyri náttina fyri hvønn. 2900 krónur pr. vágbing pr. nátt Júst hvar ið tey trý umboðini hjá Vágs Kommunu búðu, er ikki vist. Kringvarpið hevur biðið um kvittanirnar, men hevur einans fingið samlaðu upphæddina fyri gisting. Og eftir henni at døma hava vábingarnir ikki búð verri enn starvsfelagarnir úr Runavík og Tvøroyri. Skattgjaldarin í Vági skal rinda næstan 35.000 krónur fyri gisting til Dennis Holm, borgarstjóra, Hans Jacob Bech, havnameistara og Boga Mortensen, vinnusamskipara. Tað svarar til góðar 11.600 krónur fyri hvønn í fýra nætur ella 2900 krónur fyri náttina fyri hvønn. Til samanberingar svarar tað næstan til brúðarsuituna á Hotel Føroyum, ið kostar 3000 krónur pr. nátt. Tórshavnar Kommuna gisti fyri 163.000 krónur Eisini Tórshavnar Kommuna sendi fólk avstað at luttaka á oljumessuni. Nøkur teirra hava leigað íbúðir, meðan onnur hava gist í húsum í Stavanger. Vit vita ikki, hvussu nógv fólk, ið Tórshavnar Kommuna sendi avstað fyri skattgjaldarans pengar, men okkurt bendir á, at tey í øllum førum eru fleiri enn trý. Í øllum førum rindaði kommunan 163.000 krónur. Sí eisini Fýra dagar á oljumessu kostaðu slaka millión Evnið í Barnaútvarpinum hesa vikuna er børn og mál. Vit tosa við fleiri vaksin, sum arbeiða við málinum á ymsan hátt. Í dag hoyra vit Sissal M. Rasmussen, sum hevur gjørt eina kanning um børn og mál. Hon arbeiðir á Føroyamálsdeildini. Malena Josephsen hevur spælt við KÍ øll árini í 21. øld eigur tískil ein stóran leiklut av metinum tær hava sett. KÍ kvinnunar hava í fleiri ár gjørt sítt fyri at seta metið, sum nú er veruleiki. Tær hava vunnið 15 meistaraheiti á rað. Hetta er fyrsta liðið, sum vinnur so ofta í eini landsdekkani kapping. Fleiri hava sett spurnartekin við styrkina í bestu kvinnudeildini í Føroyum. Malena Josephsen sigur at um hon spældi við einum øðrum liðið, so hevði hon ikki latið eitt lið vunnið so ofta á henni. Hon hevði gjørt sítt fyri at kanna KÍ liðið væl, og hugt eftir hvussu man kann vinna á teimum. Malena Josephsen var við okkum í telefoni í Góðan Morgun Føroyar í morgun. Hoyr hana greiða frá hvussu tað ber til at tær blíva við at vinna. Í arbeiðinum við vegagerðini er komið fram á meiri eyr, enn væntað, skrivar Landsverk. Serkøn innan økið kanna nú trupulleikan. Spakin var settur í at gera Viðareiðistunnilin síðst í juni í ár. Høvuðsorsøkin til at fara undir verkætlanina var trupulleikar standast av grót og skriðulopum á verðandi farleið, umframt at stórur partur av vegnum er einbreytaður. Viðareiðistunnilin verður 1.950 m langur og fer úr Hvannasundi til Middals. Í Hvannasundi verður nýggjur vegur til tunnilsmunnan gjørdur, eins og nýggjur vegur frá Middali til Viðareiðis verður gjørdur. Samlaða nýggja vegalongdin verður umleið fýra kilometrar. Aleqa Hammond hevur nýtt góðar 106.000 krónur til millum annað ferðir hjá familjuni, og hóast hon hevur goldið peningin aftur, so eru nógvar atfinningar ímóti henni. Forkvinnan í IA, Sara Olsvog krevur at nýval verður útskrivað, tí landsins leiðari kann ikki nýta almennar pengar, uttan at tað fær fylgjur. Politiski framsøgumaðurin í hennara egna flokki, Siumut, Karl Kristian Kruse, sigur tað vera burtur úr vón og viti, at politikarar nýta almennar pengar, og ikki rinda pengarnar aftur fyrr enn eitt ár seinni, ella eftir tað. Hann krevur at slíkt ikki hendir aftur í grønlendskum politikki. Kristian Jeremiassen, sum er formaður í almennu grannskoðaranevndini, og sum eisini er limur í Siumut sigur, at málið um tær gott 100.000 krónur má fáa fylgjur. Valborg Heinesen vann bronsu i Danmarskmeistarakappingina í marathon, sum var í Odense í gjár, og hon setti eisini nýtt føroyskt met Tíðin hjá Valborg í gjár var 2.49.37. Gamla metið átti Joan Bláfoss, tað var 2.50.27. Valborg var nummar 5 fyrstu kilometrarnar, og eftir góðar 30 kilometrar rann hon triðfremst. Marna Egholm luttók fyri fyrstu ferð í Berlin maraton, men hóast hetta megnaði hon at koma í mál sum nummar 20 av øllum kvinnunum. Bert sjey kvinnur úr Evropa vóru framman fyri hana. Tíðin hjá Marnu var 2.52.00. Eisini í Grikkalandi var renning á skránni í gjár, og tá megnaði Pól Sundskar at gjøgnumføra tiltikna Spartatlon. Ein kapping á heilar 246 kilometrar, sum luttakararnir skulu renna innan 36 tímar. Pól hevur roynt hetta fyrr, men mátti tá gevast vegna hita. Í ár lá betri fyri, tí hann megnaði at basa teimum 246 kilometrunum uppá 35 og ein hálvan tíma, skrivar FÍF. Næmingarnir hava undanfarnu vikurnar arbeitt við at útleggja orðatøk, og síðani gjørt eina greining av orðatakinum, teir hava valt verði hetta seg í myndum, orðum ella tekningum. Nú fer dómsnevnd at meta um arbeiðið, og bestu fimm uppskotini fáa sína mynd upp at hanga í bussunum. Besta ískoyti fær harumframt eisini ein peningarligan vinning. Hetta eitt serstakt høvi hjá børnum og vaksnum at tosa um orðatøkini, føroyska mentan og annað viðkomandi, tá tey sita í bussinum, siga fyriskiparir Fríða Næs og Anniku Kunoy. Býarbussarnir í Klaksvík hava verið sera nógv nýttir síðani teir vórðu settir í rutu fyri góðum mánað síðani, og er tað serliga skúlabørnini sum nýta bussarnir nógv. Saman við trolskipaeigarum hevur fyritøkan ment eitt trolkamera, sum kann nýtast í harða umhvørvinum runt um Føroyar, Ísland og Grønland. Rói Kalsø stjóri á JT electric var í útvarpsstovuni í morgun Obama sigur, at IS millum annað er stovnað og mannað av al Qaeda hermonnum, sum amerikanskir og irakiskir hermenn hava riknið úr Irak . Teir samstarva við Syria og hava sett á stovn nýggja og sera vandamikla bólkin Islamiskur statur, IS , segði forsetin í sjónvarpssendingini. Fáar upplýsingar eru um, hvar USA hevur framt álopini, men amerikanski verjumálaráðharrin Chuck Hagel, segði fríggjadagin, at hernaðarflogfør hava framt meira enn 40 álop móti øki í Syria, har IS heldur til og hevur ræði á. Eisini sunnunáttina vóru fleiri loftálop framd, sigur ein kelda í amerikanska herinum. Millum annað eru álop framd á oljureinsiverk sum IS hevur ræði á. Beinta Dalbø var í útvarpsstovuni í morgun og evnið var Barnarættindi. Ráðleggingardagar á dagstovnum dagrøkt, eru tað deildar meiningar um. Ein slíkur dagur er ógvuliga tíðandi fyri starvsfólkini á einum stovni og fyri dagrøktarar. Í skúlaárinum, sum júst er byrjað, ganga 478 næmingar í 10. flokki. Men skuldu allir næmingarnir, sum gingu í 9. flokki farna skúlaár, farið í 10. flokk, hevði talið verið 704. Tað vil siga, at 68 prosent av næmingunum fara í 10. flokk, og tað má metast at vera rímiliga høgt, tá ið hugsað verður um, at nógvir næmingar fara beinleiðis úr 9. flokki í miðnám og nógvir fara uttanlands á eftirskúla, skrivar Skúlablaðið. Kring landið eru 13 skúlar, sum hava 10. flokk. Sjey skúlar hava 20 næmingar og færri í 10. flokki. Nógvir teirra samstarva um næmingarnar, og í Havn eru allir næmingarnir savnaðir í einum skúla, Nám X, sum hevur 190 næmingar. Byrjað var í Athen í Grikkalandi klokkan5 føroyska tíð, og Pól Sundskarð fór um málstrikuna í býnum Sparta 35 tímar 21 minuttir seinni. Líkt er til at fólk í Brasil hava mist trúnna á, at sitandi forsetin í landinum, Dilma Rousseff, kann broyta búskaparligu gongdina í landinum, og tí er spenningur uppundir forsetavalið sum verður fimta oktober. Brasil hevði stóra framgongd tey átta árini, da Silva, Lula var forseti í landinum, og búskaparvøksturin var uppí átta prosent um árið. Tað hevði við sær, at nógv fólk sum høvdu vánalig kor, fingu betri lív. Tað var Lula sjálvur, sum mælti fólki til at velja Dilmu til forseta, og hon varð vald fyri átta árum síðani. Men hon hevur ikki megnað at halda búskaparliga framburðinum, og búskaparvøksturin í ár verður undir eitt prosent, og inflatiónin er methøg. Meðan Lula var forseti í Brasil, fekk hann nógvar fyritøkur at gera íløgur í landinum, millum annað hava norskar fyritøkur gjørt íløgur fyri einar 40 milliardir krónur Tað hevði stóran týdning fyri Brasil, tá fíggjarkreppan tók seg upp. Tá lækkaði landið skattin, og bakar læntu vinnulívinum pengar fyri lægri rentu enn vanligt. Tað vísti seg at hjálpa eina tíð, men so kom stígur í aftur. Dilma Rousseff stillar upp aftur til forsetavalið, men hon fær kapping frá tveimum øðrum, Marinu Silva úr osialistaflokkinum og tí liberala, Aecio Neves. Hann heldur, at einasta loysn til framgongd er at skapa betri viðurskifti fyri vinnulívið. Neves er kortini væl aftanfyri báðar kvinnurnar í meiningakanningunum. Dilma Yousseff og Marina Silva liggja mestsum lið um lið. Marina Silva hevur ikki drúgvar royndir í politikki, men ráðgevar hennarar hava sett út í kortið, at vinnulívið má fáa betri umstøður, um gongd skal fáast á aftur brasilska búskapin. Líkt er til at stórur spenningur er uppundir brasilska forsetavalið, sum verður fimta oktober. Jónleif Johannesen, formaður í Sláið Ring, heldur, at dansifeløgini eiga at hugsa um at kvøða fleiri kvæði, so fjølbroytni verður størri. Annars miðar Sláið Ring eisini eftir at fáa ung upp í dansin umframt barnadansin. Sum partur av yvirtøkuni av eldraøkinum eru Eystur , Fuglafjarðar , Runavíkar , Nes , Sjóvar , Eiðis og Sunda kommunu komnar ásamt um, at Eysturoyar røktar og ellisheim frá 01.01.15 verður partur av eldraøkinum hjá Skálafjarðarsamstarvinum, t.v.s. Runavíkar , Nes og Sjóvar kommunum. Kommunurnar hava samtykt, at sjálvsognarstovnurin verður tikin av 1. januar komandi, og at Eysturoyar røktar og ellisheim hareftir verður ogn hjá Skálafjarðarsamstarvinum. Broytingarnar í ognarviðurskiftunum viðføra ongar broytingar hjá búfólkunum á ellisheiminum. Kommunurnar kring Skálafjørðin, sum fyrr í ár gjørdu samstarvsavtalu um eldraøkið, søkja eftir leiðara til økistænastuna hjá Skálafjarðarsamstarvinum, at byrja 1. desember. Leiðarin skal taka sær av dagliga leiðsluarbeiðnum, og hevur fakligu, fíggjarligu og fyrisitingarligu ábyrgdina og ábyrgdina av starvsfólkaviðurskiftum. Leiðarin skal eisini tryggja framhald í yvirtøkugongdini, og verður fakligur ráðgevi og skrivari hjá stýrinum. Økistænastan verður staðsett í Runavíkar kommunu, við egnari fyrisiting, óheft av kommunalu fyrisitingunum. 163 starvsfólk eru í Skálafjarðar økistænastuni, og tey arbeiða í 23 bygdum við 5.933 fólkum. Arbeiðið byrjaði aftur í síðstu viku, men trupulleikin hevur við sær, at broytingar skulu gerast í verkætlanini, sigur stjóri í Landsverki Ewald Kjølbro. Orsøkin er, at hvørki andstøðan ella partar av samgonguni siga seg kunna góðtaka, at Aleqa hammond, landsstýrisforkvinna, hevur nýtt almennan pening til egnan fyrimun. Hon hevur nýtt góðar 106.000 krónur til millum annað ferðir hjá familjuni, og hóast hon hevur goldið peningin aftur, so eru nógvar atfinningar ímóti henni. Nýggja kariesskrásetingin staðfestir, at talið av børnum í Føroyum við ongum holum er vaksandi. Enn eru vit tó ikki komin á mál og framvegis er neyðugt við ábó tum til frama fyri tannheilsuna hjá føroyskum børnum. Í 2013 høvdu 60 prosent av teimum 12 ára gomlu frískar tenn, t.v.s. tenn við ongum holum, vísir nýggj frágreiðing um kariesskráseting hjá børnum. Hetta er stórur bati samanborið við 1991, tá ið tannlæknarnir fóru undir at skráseta skúlabørn fyri tannsjúkur. Í 1991 høvdu bert 12 prosent av børnunum frískar tenn. Somuleiðis eru stór framstig at síggja hjá hinum aldursbólkunum, sum skrásetingin fevnir um. Til dømis høvdu bert 4 prosent av teimum 15 ára gomlu frískar tenn í 1991, meðan talið nú er 34 prosent. Í norðurlendskum høpi eru føroysk børn hampiliga væl fyri. Tøl frá 2011 vísa, at í Danmark hava 70 prosent av teimum 12 ára gomlu frískar tenn, í Íslandi varð hetta latið 34 prosent. Hóast stóru framgongdina, so er rúm fyri bata. Í frágreiðingini verður víst á, at framvegis hava tveir triðingar av teimum 15 ára gomlu havt brendar tenn og er hetta ikki nøktandi, sambært tannlæknunum. Arbeiðast má fram ímóti, at enn fleiri børn og ung varðveita frískar tenn alt lívið. Føroya nú á sama støði sum onnur Norðurlond viðvíkjandi tilboðum Í vár tók eitt samt Løgting undir við uppskotinum frá landsstýrismanninum í heilsumálum, Karsten Hansen, um at víðka skipaðu barnatannrøktina til eisini at fevna um tey 16 og 17 ára gomlu. Tað var í 1991 at tannlæknarnir í Føroyum fóru undir at skráseta øll skúlabørn fyri tannsjúkur eftir altjóða reglum hjá WHO, fyri at fáa nágreinilig tøl at lýsa tannheilsustøðuna hjá føroyskum børnum. Seinni varð sett inn í lógina um barna og ungdómstannrøkt, at ein frágreiðing um kariesskráseting skal gerast annaðhvørt ár og latast Heilsumálaráðnum. Hov er kend sum ein gásabygd burturav. Henning Tausen, sum er fluttur aftur í heimbygdina eftir mong ár í Havn, sigur frá ymiskum viðurskiftum í Hovi, millum annað um teir gomlu býlingarnar í bygdini. Vit støkka inn á gólvið hjá 87 ára gamla Johan Mortensen, vanliga nevndur Johan færing, sum sigur frá serligu søguni um sangin Kærleikans longsul , ið hann yrkti umborð á Nim fyrst í fimtiárunum. Unga parið Rudy Mortensen, sum er ættað úr Hovi, og toftamaðurin Ian Jacobsen, eru nýliga flutt til Hovs at búgva saman við lítla soninum. Fríðbjørg og Niels Hammer eru eisini aftur í Hovi, eftir at hava búð uttanlands í mong ár. Annika Joensen er ein av teimum, sum skipa fyri víkingadøgunum í Hovi. Og so greiðir Niels Hammer frá gamla handlinum í bygdini, sum nú er komin aftur til heiður og æru, og har bygdarfólkið savnast til ymisk tiltøk. Orsøkin er, at avtalan, sum Cimber seinastu 10 árini hevur havt við SAS, er uppsøgd frá fyrsta apríl næsta ár. Tí steðgar alt virksemi hjá flogfelagnum, sigur Jørgen Nielsen, stjóri í Cimber. Jørgen Nielsen vísur á, at felagið hevur arbeitt út frá langtíðarbíleggingum, og tí vil hann ikki vísa aftur, at felagið fer at halda fram eftir fyrsta april. Tað velst um, um vit fáa nakra langtíðar bílegging, sigur hann. Nú verður farið út á marknaðin at kanna, hvørjar uppgávur felagið kann bjóða seg fram til. Evnið í Barnaútvarpinum hesa vikuna er børn og mál. Vit tosa við fleiri vaksin, sum arbeiða við málinum á ymsan hátt. Í dag tosa vit við Randi Kúrberg, sum er lærari og fæst nógv við frælsan ítrótt Málið kemur til viðgerðar í landstinginum, eftir at Aleqa hammond hevur hildið setanarrøðuna, nú landstingið kemur saman aftur, upplýsir landstingsformaðurin, Lars Emil Johansen, við blaðið Sermitsiaq. Aleqa Hammond er komin í polittiskt ódnarveður, eftir at eitt skjal hjá landsgrannskoðanini vísti, at hon hevði nýtt góðar 106.000 krónur úr landskassanum til egnar útreiðslur. Tað var í apríl í fjør. Nú er eisini komið undan kavi, at fyrrverandi landsstýrisformaðurin úrInuit Ataqatigiit, Kupiik Kleist, skyldar landskassanum 25.000 krónur Hann hevur í tí sambandi, skrivliga, sagt tingsessin fyri Inuit Ataqatigiit í landstinginum frá sær. Erik Ninn Hansen var løgmálaráðharri í stjórnini hjá Poul Schluter, men hann og stjórnin løgdu frá sær í 1993, tá frágreiðingin um Tamilmálið avdúkaði, at tað var umsitið ólógliga. Tamilar høvdu fingið noktað familju samanføring, hóast lógin gav teimum rætt til tað, og tað var Erik Ninn Hansen, ið hevði ábyrgdina. Hann legði frá sær sum løgmálaráðharri í 1989 og var formaður í Fólkatinginum eitt skifti, til tað var greitt, at Fólkatingið ikki longur hevði álit á honum. Útlendingalógina við reglunum um familju samanføring høvdu andstøðuflokkarnir fingið samtykt uttan um borgarligu stjórnina, og Erik Ninn Hansen var harðliga ímóti henni. Eftir Tamilfrágreiðingina varð ríkisrættarmál reist ímóti Erik Ninn Hasen, sum endaði við, at hann í 1995 fekk tríggjar mánaða treytað fongsul fyri at hava brotið lógina um ráðharraábyrgd. Uppskotið merkir meirútreiðslu fyri landið upp á 24,8 milliónir krónur í mun til fíggjarlógina. Og hetta skal leggjast oman á tær 9,7 milliónirnar, sum Løgtingið frammanundan hevur veitt í eykajáttanum í hesum fíggjarárinum. Framrokningar vísa, at hallið hjá stovninum verður seks milliónir krónur í ár. Strandferðslan hevur sjálv funnið góða hálva triðju millión. Millum annað verður viðlíkahald fyri hálva aðru millión útsett til næsta ár, yvirtíðin skal minka, og tillagingar skulu gerast í vetrarferðaætlanini. Barsilsskipanin hevur brúk fyri næstan 13 milliónum afturat, tí lógin er broytt, og ein avgerð hjá Kærunevndini kann kosta skipanini góðar 2,5 milliónir krónur Heilsutrygd skal hava 4,6 milliónir krónur afturat, og størstu hækkingarnar í uppskotinum um eykajáttan eru til arbeiðsfremjandi tiltøk, átta milliónir krónur, og fólkapensjón, 8,2 milliónir. Er tað rasisma, tá Pippi Langsokkur ger eyguni skeiv, tí hon roynir at líkjast einum kinesara Og er tað rasisma, tá pápi hennara, Efraim Langsokkur, verður nevndur nekara kongur Ja, tað heldur almenna svenska sjónvarpið SVT. Tað fer at klippa í ljóðsporinum, so nekarakongur bert verður kongur og leikbrotið, tá Pippi ger eyguni til kinesara eygu verður klipt heilt burtur úr. Málbólkurin er børn, og vit halda, at tað kann upplivast særandi og niðursetandi millum børn, sum síggja og hoyra hetta, sigur Paulette Rosas Holt, programm søluleiðari við SVT. Stine Liv Johansen, miðla granskari á Universitetinum í rhus heldur, at í staðin fyri at broyta málnýtsluna er hetta eitt gylt høvi at tosa við børnini um, hvussu málið er broytt. Um tað sigur Paulette Rosas Hott, at sjónvarpsfilmirnir skilja seg frá bókunum á tann hátt, at børnini ofta eru einsamøll, tá tey hyggja at filmunum, og tá er eingin vaksin at greiða teimum frá, at soleiðis søgdu fólk fyrr í tíðini. 1. Fer politiska skipanin at góðtaka, at arbeiðsgevarar senda føroyskar handverkarar til hús, samstundis sum útlendingar í stórum tali verða settir í starv 2. Um broytingarnar, sum gjørdar vórðu við lóg nummar 731 tann 25. juni í ár, ikki virka eftir ætlan og samsvarandi Løgtingsins vilja, hvørji stig tekur løgmaður so Vinnuhúsið og onkur av teimum stóru tænastuveitarunum hava leingi ynskt, at lættari skuldi vera at fáa atgongd til útlendska arbeiðsmegi, tí stórur tørvur er á handverk arum, nú so nógvir føroyskir handverkarar eru í vinnu uttanlands. Stór semja var í Løgtinginum um at fremja broytingina í lógini. Ætlanin við lógini var í størri mun at fáa tørvin innan handverksvinnuna nøktaðan, nú so stórt byggivirksemi er í landinum, skrivar Kári P. Højgaard í viðmerking til grein 52 fyrispurningin. Verður talan í staðin um at fáa bíligari útlendska arbeiðsmegi at taka arbeiðið frá føroyskum handsverkarum, so virkar lógin ikki samsvarandi Løgtingsins vilja. Havstovan var umboðað á ráðstevnuni, har millum annað Anna Ólavsdóttir, granskari á Havstovuni, greiddi frá um útbreiðsluna av makreli vestureftir síðani 2007, og hvussu sjóvarhiti, æti og stødd á gýtingarstovninum kunnu hava ávirkað hesa broytingina í ferðingarmynstrinum hjá makreli. Kanningarnar eru skipaðar sum yvirlitstrolingar, og fevna um eitt sera vítt øki, frá Noregi og vestur til Eysturgrønland og frá økjunum sunnan fyri Føroyar norður móti Svalbard. Nøgdin av makreli verður borin saman við hvussu nógv æti er í sjónum og við hitan í sjónum, fyri at vita, um tað er hitin ella føðin, ella kanska bæði, sum eru avgerandi fyri, hvar makrelurin ferðast. Tilfarið, ið kanningin byggir á, er frá yvirlitstrolingunum eftir makreli seinastu sumrarnar, meðan kanningin, sum greitt varð frá á ráðstevnuni, er partur av granskingarprogrammi, ið er fíggjað av donsku stjórnini um havfrøði, æti og uppsjóvarfisk í Norðuratlantshavi. Hósdagin og fríggjadagin verður ein psykiatriráðstevna, sum Psykiatriski depilin á landssjúkrahúsinum skipar fyri. Endamálið við ráðstevnuni er at varpa ljós á menning innan psykiatriska økið og at finna nýggjar leiðir og heitið ráðstevnuni er Samskapað psykiatri rehabilitering og recovery Tórmóður Stórá psykiatari og leiðandi yvirlækni og Tórunn Ósá leiðandi sjúkrarøktarfrøðingur vóru í útvarpsstovuni í morgun Hyggjuráðini í morgun vóru um djór serliga húsdjór. Lars Mohr Nielsen djóralækni fekk nógvar spurningar frá lurtarunum og tað vóru serliga hundar og kettur lurtararnir spurdu um Luttakararnir í fjórðu kommununi, Tórshavnar Kommunu, sluppu at gista nakað bíligari ella partvíst. Tí Tórshavnar Kommuna bílegði seks íbúðir í Stavanger til 16 fólk. Íbúðirnar kostaðu íalt góðar 83.800 krónur at leiga í fýra nætur. Tað svarar til, at hvør luttakari gisti fyri 1310 krónur fyri náttina. Borgarstjórin, kommunustjórin, eitt embætisfólk, stjórin í Visit Tórshavn, og teir tríggir limirnir í samstarvsnevndini fyri Stavanger Tórshavn Jógvan Arge, Jákup Dam og Tróndur Sigurðsson gistu fyri íalt 79.845 krónur í fýra nætur. Tað svarar til 2850 krónur fyri náttina hvør. Gistingarnar á oljustevnuni í Stavanger vóru ikki einans dýrar. Tær eru eisini í stríð við tað, sum Fíggjarmálaráðið metir vera ein hóskiligur prísur, tá almenn tænastufólk gista í Noregi. Sambært vegleiðingini, sum Fíggjarmálaráðið hevur dagført 1. januar í ár, kunnu almenn tænastufólk í mesta lagi gista fyri góðar 1450 krónur fyri náttina í Noregi. Tað merkir, at undantikið tey 16 frá Tórshavnar Kommunu, ið búðu í íbúðum gistu hinir føroysku luttakararnir í Stavanger fyri millum 750 krónur og 1450 krónur meir enn hámarkið, sum Fíggjarmálaráðið hevur sett fyri hvørja nátt. Lønardeildin umhugsar at herða reglurnar Snorri Fjalsbak, stjóri á lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum, vil ikki gera samrøðu við Kringvarpið. Hann sigur tó, at sum útgangsstøði skulu øll almenn tænastufólk, sum gista uttanlands, halda ásetingarnar hjá Fíggjarmálaráðnum. Hann leggur tó afturat, at tað kemur fyri, at tey frætta, at fólk hava gist dýrari enn tað, ið er ásett. Men, sambært stjóranum á lønardeildini, tykjast dýru gistingarnar at hava vundið upp á seg, og tí umhugsar Fíggjarmálaráðið at herða reglurnar. Ein møguleiki er at krevja, at kommunur og almennir stovnar bíleggja gistingar í góðari tíð og harvið tryggja bíligari prísir, sigur Snorri Fjallsbak. Amanda Jensen og Halla Fríðriksdóttir hava verið í Tansania í ein góðan mánaða. Tær eru har í samband við at tær gjøgnum Projects abroad gera hjálpararbeiði í einum sjúkrahúsi. Tær skulu arbeiða í sjúkrahúsinum í tríggjar mánaðar. Amanda og Halla hava upplivað ymiskt hesar dagarnar, men serliga eru tað upplivingarnar tá tey taka í móti børnum á føðideildini, sum eru fantastiskar. Vit ringdu til Amandu í gjár, og har hon greiddi frá virkseminum har og avgerðini at fara til Tansania. Stjórin í Visit Tórshavn, Theresa Kreutzmann, ið samskipaði ferðina hjá Tórshavnar Kommunu til Stavanger, hava tey gjørt alt tað, tey kunnu, fyri at tryggja so bíligar gistingar í Stavanger sum gjørligt. Fleiri av føroysku luttakarunum gistu væl dýrari enn tær 1450 krónurnar, sum Fíggjarmálaráðið hevur ásett sum dýrastu gisting fyri tænastufólk, ið gista í Noregi. Ein møguleiki er at krevja, at kommunur og stovnar bíleggja í góðari tíð. Men sambært stjóranum í Visit Tórshavn royndu tey at bíleggja longu tvey ár áðrenn, men hetta bar ikki til. Stjórin í Visit Tórshavn leggur afturat, at eitt norskt bookingfelag í Stavanger tók sær av gistingunum, og tí eru tey eru ikki harrar yvir, hvar luttakararnir sluppu at gista í býnum, og hvussu nógv sluppu at búgva í íbúðum og hvussu nógv sluppu at gista á gistinarhúsi. Evnið í leikinum er einki broytt síðan sjeytiárini tíverri, kunnu vit siga stríðið hjá tí vanliga fólkinum at yvirliva og klára seg við teimum fáu oyrunum man hevur eftir, tá skatturin er farin við sínum og bankin og streymurin og oljan og alt hitt við sínum er enn líka aktuelt. Í leikinum gera konurnar uppreistur, tá prísirnir á matvørum enn einaferð fara upp í staðin fyri at gjalda tað, tað kostar, so gjalda tær tað tað kostaði í gjár, ella í síðstu viku og summar gjalda enntá slett einki. Hesar ólógligu matvørur mugu tó krógvast, fyrst fyri monnunum og síðan fyri politinum, og knappliga eru allar konur í grannalagnum uppá vegin samstundis og allar í minst níggjunda mánað Tað sum stendst burturúr, er hvørki meir ella minni enn ein reindyrkað farsa Sambært játtanarkarmununum skuldi yvirskotið vera hálva millión í 2016 og 45,3 milliónir krónur í 2017, men sambært tí, sum varð lagt fram fyrrapartin, verður tað ávikavist 5,3 og 78, 8 milliónir krónur. Árstíðarjavnaða arbeiðsloysið var í august 1.043 fólk, tað svarar til 3,8 . Síðani mars hevur arbeiðsloysið ligið javnt millum 3,8 og 4,0 . Arbeiðsloysið er hægri hjá kvinnum enn hjá monnum. Í august vóru 611 kvinnur arbeiðsleysar, tað svarar til 4,9 , meðan 158 menn vóru arbeiðsleysir í august, tað svarar til 2,9 . Við øðrum orðum, vóru 158 fleiri kvinnur enn menn arbeiðsleysar í august, og munurin er vaksin nakað síðan á nýggjárinum, skrivar Hagstovan. Arbeiðsloysið, býtt út á sýslur, vísur, at lutfalsliga størsta arbeiðsloysið var í Sandoyar sýslu við 8,6 . Í Suðuroy var tað 4,7 . Minsta arbeiðsloysið var í Eysturoyar sýslu við 2,6 . Arbeiðsloysið býtt eftir aldursbólkum vísur, at tað var størst í aldursbólkinum 25 34 ár og minst í aldursbólkinum 16 24 ár, skrivar Hagstovan. 1.oktober 2014 fer Løgtingsins umboðsmaður at hava eftirlit við, at Føroyar halda tað, sum stendur í Barnarættindasáttmálanum hjá Sameindu Tjóðum, um at tryggja rættindini hjá børnum. Lógin gevur eisini umboðsmanninum loyvi til at kanna og vitja bæði almennar og privatar stovnar og fosturheim, sum hava ábyrgd av børnum. Tey kunnu eisini klaga, um skúlin ella ein annar myndugleiki hevur tikið eina avgerð, sum tey er ósamd í ella um tey halda, at tey eru skeivt viðfarin. Um Løgtingsins umboðsmaður ikki sjálvur kann hjálpa børnum við teirra trupulleikum, kann hann seta tey í samband við onkran annan, ið kann hjálpa. Umframt Heðin Mortensen, borgarstjóra, luttóku teir tríggir Jógvan Arge, Jákup Dam og Tróndur Sigurðsson sum allir eru limir í samstarvsnevndini fyri Tórshavn og Stavanger. Visit Tórshavn, ið samskipaði bæði ferð, stóra tjaldið á festivaløkinum á bryggjuni og móttøkuna umborð á Westward Ho, ið lá beint við, sendi tvey fólk avstað. Harumframt leigaði kommunan fimm fólk frá Hotell Føroyum at skipa fyri matinum og móttøkuni í tjaldinum og umborð á Westward Ho. Ferðaseðlarnar rindaði Hotell Føroyar sjálvt fyri. Westward Ho kostaði eisini 120.000 krónur. Tá er móttøkan fyrsta dagin tikin við. Manningin fekk onga løn, men hon fekk ein góðan bita frá borgarstjóranum sum takk fyri ómakin. Rokningin fyri máltíðina á Sjøhuset Skagen var góðar 17.000 krónur. Tjaldið, har útlendskir luttakarar kundu eta føroyskan mat, hoyra føroyskan tónleik og tað eina kvøldið eisini síggja føroyskan dans, kostaði íalt 45.000 krónur. Tí hinar 14 føroysku fyritøkurnar, sum eisini luttóku á tiltøkunum á bryggjuni, rindaðu saman við Runavíkar Kommunu, Dong, Vinnuhúsinum, Tórshavnar Havn og Runavíkar Havn kommununi íalt 316.000 krónur. Harvið rindaði Tórshavnar Kommuna einans góðar 264.000 av teimum 580.000 krónunum, sum kommunan brúkti á oljumessuni hesar fýra dagarnar í august. Í gjár, ein vanligan gerandisdag, vóru bara 20 prosent av streyminum í Føroyum, framleidd við olju á framleiðslunetinum hjá SEV. Restin kom úr vatni og vindi. Serliga er norðhavssildin illa fyri. ICES mælir til, at ikki verða fiskað meira enn 238.000 tons næsta ár. Tað eru 180.000 tons minni enn tilmælið var fyri 2014. Vanliga verður fiskað nakað væl meira enn fiskifrøðingarnir halda er ráðiligt, tí strandarlondini kunnu ikki semjast um, hvussu heildarkvoturnar skulu býtast. Evnið í Barnaútvarpinum hesa vikuna er børn og mál. Vit tosa við fleiri vaksin, sum arbeiða við málinum á ymsan hátt. Í dag tosa vit við Edny Poulsen, sum er teknmálstulkur. Stakir uppihaldarar fáa 4.012 krónur meira fyri hvørt barnið næsta ár, um løgtingið samtykkir fíggjarlógaruppskotið hjá landsstýrinum. Barnaískoytið er nú 6.588 krónur um árið. Tað fer upp í 10.000 krónur Hækkingin kostar landskassanum fýra milliónir næsta ár. Játtanin fer úr átta upp í 12 milliónir krónur Í álitinum um eitt føroyskt fátækramark, sum kom fyrr í ár, varð víst á, at í Føroyum er ein bólkur fram um øll onnur, sum eru fátøk, og í tí bólkinum eru stakir uppihaldarar. Nú er tal komið á stuðulin til privatu fjølmiðlarnir, sum Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, boðaði frá á pallaborðsfundi í Havn mikudagin í síðstu viku. Bjørn Kalsø segði á pallborðsfundi í Havn mikukvøldið, at ætlanin at geva Kringvarpinum pengar afturfyri, at Kringvarpið gevst at senda lýsingar, er kollsigld í samgonguni. Bjørn Kalsø segði bart út á pallborðsfundinum, at hann hevur mist alla vón um at fáa fjølmiðlapakkan, sum hann hevur arbeitt við í langa tíð, góðkendan í samgonguni. Hann segði seg ikki tora at fara í løgtingið við honum, tí tað kann enda við, at støðan hjá Kringvarpinum verður verri, enn hon er nú. Tey kunnu eisini kæra, um skúlin ella ein annar myndugleiki hevur tikið eina avgerð, sum tey ikki taka undir við, ella um tey halda, at tey eru skeivt viðfarin. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sigur, at rentustuðulin mangan eggjar fólki til at byggja ella keypa dýrari hús enn annars. Eisini fer lækkaður rentustuðul at hava við sær eina meira hóskandi javnvág millum teirra, sum eiga, og teirra, sum leiga, stendur í viðmerkingunum til lógaruppskotið um at lækka rentustuðulin. Giktalæknin á Landssjúkrahúsinum, Pero Sore, hevur einaferð áður sagt seg úr starvi. Tað var í 2012, tá hann var misnøgdur við arbeiðsumstøðurnar á Landssjúkrahúsinum. Tá endaði tað kortini við, at fleiri enn 700 fólk skrivaðu undir áheitan til landsstýrismannin í heilsumálum, Karsten Hansen, um at loysa málið og síðani varð ein loysn funnin. Pero Sore tók uppsøgnina aftur, og fyribilsavtala varð gjørd. Okkurt bendir tó á, at viðurskiftini hava ikki verið heilt, sum tey skuldu, tí nú er aftur galið. Pero Sore gevst sum giktalækni 1. januar 2015. Í næstan 30 ár livdi Bjørg Mortensen sum alkoholmisbrúkari. Lív hennara tók tó bráa vend, tá hon eina nátt var so troytt av misbrúkinum, at hon ætlaði at taka sítt egna lív. Eg visti eg var komin ov langt út í misbrúkinum, tí eg megnaði brádliga ikki at taka mær av mínum egnu børnum, sigur Bjørg Mortensen. Tað er staðfest, at maðurin er sjúkur av ebola sjúkuni. Í løtuni er maðurin avbyrgdur á Texas Health Presbyterian Hospital í Dallas, skrivar BBC . Hildið verður, at maðurin fekk ebola sjúkuna í Liberia tvær vikur áðrenn hann kom til USA við sjúkuni. Læknar gera alt, teir eru mentir, fyri at hjálpa manninum, sigur ein talsmaður fyri sjúkrahúsið. Maðurin fekk fyrstu sjúkueyðkennini 24. september og varð innlagdur á sjúkrahúsið í Texas fýra dagar seinni, 28. september, har hann hevur verið avbyrgdur síðan. Enn er ikki greitt, hvussu leingi maðurin hevur verið í USA, áðrenn tað varð staðfest, at hann er sjúkur av ebola. Higartil eru yvir 3.000 fólk deyð av ebola í Vesturafrika, har sjúkan hevur herjað síðani í februar. Amerikanski læknin, Kent Brantley, gjørdist sjúkur av ebola í summar, og varð fluttur til USA. Hann varð viðgjørdur við einum higartil ókendum heilivági og gjørdist frískur aftur. Nú kemur ein donsk sjónvarpsrøð um okkara ríkisfelagsskap við Danmark. Hetta verður ein røð í seks pørtum umframt tilfar til undirvísingarbrúk. Tað eru teir báðir Martin Breum og Jakob Gottschau sum gera røðina fyri DR og Knummar Men hvussu ætla teir at viðgera ríkisfelagsskapin í seks sendingum Teir báðir Martin Breum og Jakob Gottschau eru nú komnir í útvarpsstovuna. Martin Breum er journalistur og rithøvundur og Jakob Gottschau er framleiðari og leikstjóri. Eg kann vátta, at bretsk flogfør nú stuðla irakisku stjórnina í stríðnum ímóti Islamiskum stati í útnyðringspartinum av Irak, sigur bretski verjumálaráðharrin, Michael Fallon. Tvey bretsk flogfør hava søkt at støðum hjá IS, har bretsku myndugleikarnir halda, at IS hevði tung vápn standandi. Teirra uppgáva var at stuðla kurdisku deildirnar sum stríðast ímóti IS, sigur verjumálaráðharrin. Álopið eydnaðist væl, og bæði flogførini eru komin aftur til støðina á Kypros. Bretsku flogførini søktu at málunum fýra dagar eftir at bretska parlamentið góðkendi at senda bretsk flogfør at søkja at málum hjá IS. 33 konur kring landið binda í løtuni fyri fyritøkuna, sum í seinasta lagi um 10 ár miðar eftir at verða heimskend og hava 120 bindikonur í arbeiði umframt fleiri útbúnar sniðgevar. Tað er als ikki vist, at grundarlagið verður tikið undan fíggjarlógini fyri 2015, hóast minni uppsjóvarfiskur verður at krevja gjald fyri. Vanliga verður fiskað nakað væl meira enn fiskifrøðingarnir halda er ráðiligt, tí strandarlondini kunnu ikki semjast um, hvussu heildarkvoturnar skulu býtast. Talan kann vera um nøkur hundraðtúsund tons meira. Siumut fer at gera alt fyri at varðveita valdið, eisini hóast Aleqa Hammond kanska noyðist at fara frá, sigur blaðstjórin á Sermitsiaq. Landsstýrisforkvinnan, Aleqa Hammond, slapp í gjár undan einum misálitisuppskoti, men hon tekur farloyvi frá politikki eina tíð, til fíggjarligu viðurskiftini hjá henni eru neyvari kannað. Seinni í oktober koma landstingsgranskoðararnir við eini frágreiðing, ið kann avgera politisku lagnuna hjá Aleqa Hammond. Men hendan frágreiðingin fer neyvan at elva til nýval, heldur Poul Krarup. Ráðharrarnir Nick Nielsen og Jens Erik Kirkegaard, úr Siumut, og Steen Lynge, úr Atassut, leggja nú frá sær, skrivar grønlendska blaðið, Sermitsiaq , á netinum. Fráboðanin kemur eftir at tað er komið fram, at Aleqa Hammond, landsstýrisforkvinna, hevur brúkt 106.000 krónur hjá landinum til privat endamál. Vit hava boðað frá, at vit fara úr stjórnini, tí vit ikku kunnu góðtaka tað, ið er farið fram, siga Nick Nielsen og Jens Erik Kirkegaard í einum tíðindaskrivi, ið er sent miðlum. Aleqa Hammond fekk í gjár góðkent ynski sítt um at sleppa í farloyvi meðan málið verður kannað. Tíðindafundur, har meira verður at frætta, verður hildin seinni í dag. Tað heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum ávarar móti at lata góðu búskapargongdina skugga fyri neyðugari nýskipan, sum skal tryggja langtíðar haldføri í føroyska búskapinum. Arbeiðsgevarafelagið vísir til niðurstøðurnar hjá Tjóðbankanum og Búskaparráðnum, sum mæla landsstýri og løgtingi til at hugsa um haldføri hjá búskapinum sum frá líður. Men landsstýrismaðurin, Jørgen Niclasen, er einki serliga fegin um hugskotini hjá embætisfólkunum, segði hann á tíðindafundinum um fíggjarlógina í gjár. Tað er rættiliga ósannlíkt, at eitt mál sum tað við Alequ Hammond skuldi stungið seg upp í Føroyum. Vit hava góðar mannagongdir og eftirlit, sum í stóran mun forða fyri, at politikarar og embætisfólk blanda privat og almenn pengaáhugamál saman, heldur Beinta Dam, landsgrannskoðari. Hon veit ongi dømi í føroysku fyrisitingini, sum kunnu sammetast við málið hjá grønlendsku landsstýrisforkvinnuni. Ruðulleiki valdar í Grønlandi eftir at fýra landsstýrisfólk hava sagt seg úr starvi. Tey mótmæla, at Aleqa Hammond ikki tekur seg aftur sum landsstýrisforkvinna. Vit kunnu rokna við nývali, sigur Poul Krarup, blaðstjóri á grønlendska blaðnum, Sermitsiaq. Verður ein uppboðssøla partur av fiskivinnunýskipanini, so verður hetta deyðin fyri føroyska fiskivinnu. Tað sigur Jákup Mikkelsen, tingmaður fyri Fólkaflokkin. Hann heldur tað vera týdningarmikið at fáa avgreitt fiskivinnunýskipanina áðrenn næsta løgtingsval. Hoyr Jákup Mikkelsen kjakast við Kristinu Háfoss, tingkvinnu hjá Tjóðveldi, um fíggjarlóg og nýskipanir. Orsøkin eru hørðu atfinningarnar í sambandi við, at Aleqa Hammond hevur nýtt krónur 106.363,27 úr grønlendska landskassanum til privatar ferðaútreiðslur til sín og familjuna í tíðarskeiðnum frá 28. mai í fjør til 21. mai í ár. Aleqa H ammond bað í gjár um farloyvi frá grønlendskum politikki, og landstingið samtykti tað við teprum meiriluta, 15 vóru fyri og 14 ímóti. Formaðurin í grønlendska landstinginum, Lars Emil Johansen, sigur við DR í kvøld, at hann sá ikki aðrar møguleikar enn at skriva út val í úrtíð. Tveir Víkingar afturat eru komnir í A landsliðshópin, sum Lars Olsen í kvøld kunngjørdi. Atli Gregersen er við aftur, og Sølvi Vatnhamar hevur nú møguleika at fáa sín fyrsta landsdyst. Víkingur og HB eru best umboðað á landsliðnum, tey hava fýra leikarar hvør. Oddaliðið í Effodeildini, B36, hevur bert ein leikara við, tað er Róaldur Jakobsen. Men Lars Olsen landsliðsvenjari gjørdi greitt at ein møgulig broyting kom, tí at Johan T. Davidsen møguliga hevði eina brotna hond. Løtu seinni, tá tíðindafundurin var av kom FSF við eini fráboðan um at Johan T. Davidsen ikki var ikki hóast alt. Í hansara stað kom liðfelagin Heini Vatnsdal somuleiðis úr HB. Evnið í Barnaútvarpinum hesa vikuna er børn og mál. Vit tosa við fleiri vaksin, sum arbeiða við málinum á ymsan hátt. Í dag tosa vit við Oddfríða Marna Rasmussen, sum er lærari og rithøvundur. Men her er frágreiðing. Høvuðsorsøkin er, at Kaupthing Banki Føroyar ikki hevur goldið partafelagsskattin, sum er slakar 30 milliónir krónur, fyri roknskaparárið 2007. Kravið er fráboðað í trotabúnum eftir bankan í Íslandi. Eftirstøðan var millum eitt og 2,9 prosent av inntøkunum frá partafelagsskattinum árini 2004 til 2008, í 2013 var eftirstøðan 3,2 prosent av álíknaða partafelagsskattinum, tá skuldin hjá Kaupthing Banka ikki er tald við. Sambært TAKS eru 3,7 milliónir av eftirstøðunum hjá tíggju feløgum, sum eru farin á húsagang. Krøvini eru send trotabúnum. TAKS avskrivar skuldina, sum er eftir, tá trotabúgvini eru endað. Bara tvey feløg skylda meira enn eina millión krónur, Kaupthing Banki og eitt byggifelag, sum skyldar landi og kommunum 2,8 milliónir krónur Eisini tað felagið er farið á húsagang. Tað segði Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, tá fólkatingið í gjár viðgjørdi uppskotið hjá stjórnini um at senda fólk og krígsútgerð til Iraks at berjast móti ríki Íslams, IS. Tá lopið varð á Irak í 2003 samtykti løgtingið at vera í móti tí krígnum, segði Sjúrður Skaale Sjúrður Skaale segði, at sjálvur tekur hann undir við uppskotinum um at herða danska lutin í stríðnum móti IS. Sjúrður Skaale sigur, at hann hevur spurt hini fólkatingsfólkini úr Føroyum og Grønlandi, um tey taka undir við sjónarmiðunum, sum hann legði fram í fólkatinginum í gjár. Norska matvørueftirlitið skrivar í kostráðum sínum, at nóg mikið er at steikja høsnarungan, hóast 32 prosent av øllum høsnarungabringum, sum verða seldar í handlum, eru smittaðar við antibiotika mótstøðuføru bakteriuni ESBL. Bakteriurnar, sum eru á skinninum, doyggja møguliga tá tú steikir kjøtið, men arvaevnini inni í bakteriuni eru harðførari. Og tað eru júst mótstøðuføru ílegurnar, sum vit ræðast, og tær kunnu verða upptikin í tarminum, tá tú hevur etið kjøtið, sigur professarin í kliniskari mikrobiologi á lærda háskúlanum í Tromsø, Ørjan Olsvik. Ástøðiliga sæð, er tað kanska mikroskopiskur møguleiki fyri, at okkurt av DNA num yvirlivir, men tað er ikki nakað, sum síggja nakran vanda í, sigur hon. Hetta er ein av fleiri broytingum, sum skulu forða at arbeiðsloysis skipanini bløðir út fíggjarliga, sigur Magni á Deild, stjóri. Tilsamans verður mett neyðugt at avmarka útreiðslurnar og bøta um inntøkurnar hjá ALS í rakstar árinum við millum 15 og 30 milliónum krónum. Eginognin hjá Arbeiðloysis skipanini var størst í 2009, tá ALS átti 750 milliónir krónur, og við árslok í 2013 var eginognin minkað til 300 milliónir krónur, skrivar IN.FO Sigmar Bláberg tosar við Rasmus Niclasen, støðleiðara á flogvøllinum í Vágum, og eisini við Jens Petur Brattalíð, ferðslusamskipara hjá Strandfaraskipum Landsins. Hvassur vindur upp í skrið av útsynningi, sum líður á fyrrapartin vaksandi upp í skrið ella storm sunnan, seinnapartin og í kvøld stormur, í hvirlunum ódn, skýggjað og regn, hitin 10 13 stig. Seint í kvøld og í nátt minkar vindurin niður í frískan til hvassan vind, klárari í veðrinum og ælingur, hitin 7 10 stig. At fáa lívið aftur á beint. Hetta er høvuðsuppgávan í HEADSPACE. HEADSPACE er ein serligur arbeiðsháttur, sum hevur sín uppruna í Avstralia og sum tey fyri kortum eru farin undir í Danmark. Ein sum arbeiðir innan hetta økið í Danmark er Hallur Gilstón Thorsteinsson Er tað ein máti, sum vit í Føroyum í framtíðini kunnu hjálpa teimum ungu, sum onkusvegna eru strandaði á lívsleiðini Morgunsendingin var á møttøkuni. Her hoyrast brot úr røðum og samrøða við Fróða Vestergaard, sum metir um møguleikarnar á Reinsarínum. Mest umrødda málið er um 42 ára gamla Omar Gonzalez, sum 19. september ólógliga kom sær inn í Hvítu Húsini. Hann leyp upp um hegnið, rann tvørtur um grasvøllin og langt inn í bygningin. Gonzalez var ikki steðgaður fyrr enn hann hevði runnið gjøgnum gongina, sum gongur gjøgnum stóran part av fyrstu hædd í forsetabústaðnum. Hann hevði knív uppi á sær. Talsmaðurin hjá Hvítu Húsunum, Josh Earnest, sigur, at tað er Barack Obama sjálvur, sum sigur, at neyðugt er við nýggjari leiðslu fyri Secret Service. Áðrenn hon tók við starvinum, var Secret Service longu uppíblandað í gølur í sambandi við, at fleiri agentar hjá teimum, høvdu keypt kynsligar tænastur frá skøkjum, tá teir undan almennu vitjanini hjá Barack Obama, vitjaðu í Kolumbia. Í 2011 eydnaðist einum manni at lata sjey skot av móti Hvítu Húsunum. Ikki fyrr enn fleiri dagar seinni, gjørdist Secret Service varugt við tað. Og í einum øðrum máli, vóru tríggir agentar, sum vóru við Barack Obama í Amsterdam, sendir heimaftur til USA, tí teir gingu fullir. Julia Pierson fekk stjórastarvið í mars í fjør, og hon var fyrsti kvinnuligi stjóri í trygdartænastuni. Frammanundan var hon starvsfólkaleiðari í Secret Service. Myndirnar í hesi greinini vísa dátur frá finska Suomi NNP fylgisveininum frá 2012. Fylgisveinurin kann við infrareyðu kanalunum finna ljós frá ymiskum keldum, eitt nú skógareldum, gasseldi og ljósi í býnunum. Vakrar myndir av ljósi í býunum geva tó ikki rættvísu myndina av, hvar mesti streymurin verður brúktur í mun til íbúgvaratalið ella hvussu stórt CO2 útlátið er í sambandi við orkunýtsluna. Sí mynd niðanfyri. Til samanberingar brúkar ein dani bara 6.122 kiloWatt tímar. Men her skal leggjast aftrat, at stórur partur av orkuni á Skandinavisku hálvoynni stavar frá varandi orku, so sum vatnorku, og tí geva tølini ikki rættvísa mynd av CO2 útlátinum. Aluminiumsframleiðslan í Íslandi brúka sera nógva orku, og tey trý reinsingarstøðini raffinaríini brúka meira enn fimm ferðir so nógva orku til framleiðsluna, sum allir íslendingar til samans, hóast teir ikki lýsa so væl myndini. Amerikanarar brúka góðar 13.000 kiloWatt tímar um árið, og Haiti er landið, sum brúkar minst, 32 kiloWatt tímar fyri hvønn íbúgva um árið. Føroysk sending um epilepsi. Einir 500 føroyingar liva eitt lív við herðindum. Summi við nógvum og títtum herðindum, onnur við knapt so nógvum. Til í gjár, 1.oktober, vóru komnar tvær milliardir og 290 milliónir krónur í landsskatti, kommunuskatti, eftirlønarskatti og kirkjuskatti. Í september fekk landskassin góðar 5,4 milliónir meira enn í september í fjør, kommunurnar fingu slakar 6,7 milliónir meira, og eftirlønarskatturin var 23 milliónir í september. Í september í fjør var eftirlønarskatturin 20,5 milliónir krónur Tað ræður um at surra alt leyst, ella beina tað burtur fyri at tryggja sær endurgjald, hendur stormskaði, sigur Sonne Mikkelsen, dagligur leiðari á sýnsdeildini hjá Tryggingarfelagnum. Sambært Moody s er styrkin í føroyska búskapinum búskaparligt sjálvstýri, støðug viðurskifti við Danmark og stórt gjaldføri, sum minkar endurfíggingarváðan. Men avbjóðingar eru eisini. Almenna skuldin er økt seinastu árini, búskapurin er so nógv tengdur at fiskivinnuni og fíggjarlógin hevur framvegis hall. Og júst hetta, at fíggjarlógin hevur havt hall síðani 2008 og skuldarbyrðan veksur, er orsøkin til, at Moody s metir útlitini hjá Føroyum vera negativ. Um Føroyar megna at fáa bygnaðarliga hallið í fíggjarlógini at javnviga og minka skuldina hjá landskassanum, kann tað ávirka ratingina positiva vegin. Men klárar landsstýrið ikki at minka hallið í fíggjarlógini, so skuldin veksur meira enn ætlað, kann tað ávirka skoðsmálið skeiva vegin, boðar Moody s frá. Evnið í Barnaútvarpinum hesa vikuna er børn og mál. Vit tosa við fleiri vaksin, sum arbeiða við málinum á ymsan hátt. Í dag tosa vit við Kathrinu Lindenskov Holm sálarfrøðing. Landskassin skal sjálvur lata eina millión av hækkaðu játtanini. Sjálvt skal Sjóvinnustýrið útvega 800.000 krónur við øktum inntøkum av eftirlits og umsjónaravgjøldum. Sambært samstarvsavtaluni verður kanningararbeiðið í sambandi við óhapp og vanlukkur á sjónum styrkt, sigur Vinnumálaráðið. Á landsstýrisfundinum mánadagin vóru til viðgerðar upprit og uppskot um at broyta løgtingslógina um trygd á sjónum. Posta vil sleppa at avgera, hvar økisposthúsini skulu vera, og ikki noyðast at hava tey har, sum lógin um P f Postverk Føroya sigur, at tey eiga at vera. Lógin sigur, at P F Postverk Føroya er bundið til at hava økisposthús í Klaksvík, í Saltangará, á Oyrabakka, í Miðvági, í Tórshavn, í Skopun og á Tvøroyri til 31.desember 2015. Men á nýggjárinum er ætlanin at broyta lógina, so har fer at standa, at økisposthús skulu vera í Norðoyggjum, Eysturoynni, Vágum, Streymoynni, Sandoynni og Suðuroynni. Sambært P f Postverki Føroya er tað óheppið og óneyðuga kostnaðarmikið, at býir og bygdir eru nevnd í lógini, tí tað kann vera høgligari og bíligari at hava posthúsið í grannabygdini. Í Vágum er betur egnað at hava økisposthús á flogvøllinum enn í Miðvági. Men galdandi lóg sigur, at økisposthúsið skal vera í Miðvági. Dalai Lama hevur ikki verið í Tibet síðani 1959, tá hann flýddi, tí Kina legði Tibet undir kinesiskt vald og gjørdi landið til kinesiskan landspart. Síðani tá hevur Dalai Lama búð í útlegd í Norður india. Dalai Lama er 79 ára gamal og hevði millum annað viljað sloppið at vitja Wutai Shan fjallið í Tibet, sum er tibetanarum heilagt. Og kinesarar eru kanska hugaðir at lata Dalai Lama sleppa at vitja heimlandið. Hildið verður, at kinesiski forsetin Xi Jinping betur skilir støðu Tibets enn undanmaðurin Hu Jintao. Í hvussu er hevur Xi Jinping, forseti, sagt, at buddisman hevur týdning fyri Kina og kinesiska samfelagið. Talan er um sjey donsk flogfør, men talan verður ikki um at senda herfólk á landi. Tjóðartingið í Turkalandi samtykti eisini í gjár at loyva turkiska herinum at søkja at málum í Sýria og Irak. Turkaland hevur leingi bíðað við avgerðini, tí fólk á sendistovuni hjá Turkalandi í Mosul hava verið gíðslar hjá IS. Tey vórðu latin leys 20. september. Turkaland er undir stórum trýsti, tí IS tekur seg fram í Sýria, og roynir at taka býir tætt við sýriska markið. Av tí sama streyma nógv flóttafólk um markið til Turkalands. Loyvið sum turkiski herurin hevur fingið til hernaðarligt virksemi í Sýria og í Irak, er galdandi í eitt ár. Samtyktin gevur eisini fremmandum londum at nýta Turkaland í sínum átøkum á IS. Australski forsætisráðharrin, Tony Abbot, sigur í morgun, at Australia fer at senda flogfør sum skulu vera við í stríðnum ímóti IS, og landið fer eisini at senda serkøn fólk til Irak, sum skulu hjálpa irakiska herinum í stríðnum. Støðan er í Vestafrikanska landinum Liberia er so vánalig, nú tey hava so nógvar tilburðir av ebola. Tað er eisini har at ABC barnahjálpin rekur eitt barnaheim. Hilda Viderø, sum fleiri ferðir hevur verið í Libera var í útvarpsstovuni og greiddi frá støðuni har Nú val er útskrivað í Grønlandi er grannskoðarakanning av øllum viðurskiftum hjá heimastýrinum fyribils løgd á hillina, skrivar Jyllandsposturin. Tað vóru landstingsgrannskoðararnir sum mækltu til at gera eina kanning, eftir at tað kom fram, at landsstýrisforkvinnan, Aleqa Hammond, hevði nýtt yvir 100.000 krónur til ferðaseðlar og uppihald hjá familjuni. Tá val er útskrivað, steðgar alt virksemi av sær sjálvum, sigur næstformaðurin hjá landstingsgrannskoðarunum, Anders Olsen, við blaðið. Anders Olsen er landstingslimur fyri Siumut, og hann veit ikki at siga, um ætlaða grannskoðarakanningin verður tikin upp aftur, tá val hevur verið 28. november. Bæði politikarar úr samgonguflokkunum, Siumut og Attasut og tinglimirnir úr størsta andstøðuflokkinum, IA, siga, at kanningin skal takast upp aftur tá val hevur verið. Ætlanin var, at kanningin skuldi vera liðug 23. oktober, og so skuldi orðaskifti vera um frágreiðingina. Val varð útskrivað mikudagin eftir órógv í fleiri dagar, tí landsstýrisforkvinnan hevði nýtt almennar pengar til egnan fyrimun. At byrja við stóð landsstýrið saman, og hon vann eitt misálitisuppskot týsdagin, samstundis sum hon fekk farloyvi frá polittiska arbeiðinum, meðan kanningin varð gjørd. Mikudagin gekk ikki meir. Fyrst rýmdu trý landsstýrisfólk, og seinni sama dag boðaði hin samgnguflokkurin, Attasut, frá, at flokkurin ikki longur var partur av samgonguni. Síðani gjørdi Aleqa Hammond av at leggja frá sær sum forkvinna í Siumut, og nakað seinni tók so landsstýrið av at útskriva nýval at vera 28. november. 132 tinglimir atkvøddu fyri javnaðarmanninum, Stefan Løfven, meðan 49 atkvøddu ímóti 154 tinglimir greiddu ikki atkvøðu, og 14 hildu seg burtur. Í Svøríki er skipanin, at um minni enn helvtin av tinglimunum, 175, ikki atkvøða ímóti, so er forsætisráðharrin valdur. Tað vóru fyrrverandi borgarligu samgonguflokkarnir sum ikki greiddu atkvøðu. Sverigedemokratarna, sum er ímóti innflytarum, atkvøddi ímóti Stefan Løfven, sum hevur sagt at hann ikki fer at samstarva við tann flokkin. Stefan Løfven fer at skipa stjórn saman við Umhvørvisflokkinum, og ráðharralistin verður almannakunngjørdur seinni í dag, sigur nývaldi forsætisráðharrin. hann vil ikki hava Vinstraflokkin við í minnilutasamgonguna, men hann fer at samstarva við flokkin um millum annað fíggjarlógina. Tað er upp til landsstýrismannin, sum varðar av fiskivinnumálum í 2018, um veiðiloyvini verða endurnýggjað, er eingin fiskivinnunýskipan sett í gildi tá. Tað sigur Bjørn á Heygum løgfrøðingur. Hann er sostatt ósamdur við landsstýrið, sum fleiri ferðir hevur sagt, at er eingin fiskivinnu nýskipan sett í gildi 1. januar 2018, so rulla verandi loyvi víðari í fimm ár. Í grundlógaravhoyringini tók skuldsetti maðurin ikki støðu til skuldarspurningin. Og tað hevur hann framvegis ikki gjørt, sigur verji hansara, Christian Andreassen. Skuldsetti maðurin hvørki játtar ella noktar seg sekan. Jón Klein Olsen, kanningarleiðari, sigur, at teknisku kanningarnar í málinum eru ikki lidnar. Og kanska ganga seks til átta vikur, áðrenn politiið er liðugt við málið. Politiið hevur funnið knívin, sum tað heldur varð brúktur móti 36 ára gamla manninum, men Jón Klein Olsen vil ikki siga, hvar í Hvalba, knívurin varð funnin. Í hesum døgum verða nógvar konfirmatiónir kring landið. Hildur og Hilda verða konfirmeraðar, meðan vinkonan Eva er vælsignað í samkomuni. Ein luirtari hevur sent inn spurning um bønina í Faðir Vár Leið okkum ikki í freistingar. Og gestur í tilverustólinum er Maria Mørkøre Ein maður kennri seg sperdan, tí vinfólkini halda, at hann og hansara húski skulu royna at búgva eina tíð í øðrum landi, men tað heldur hann als ikki. Seinasti spurningurin er frá kvinnu, ið skrivar, at bindiklubburin heldur, at hon skal skarva av arbeiðstíðini og heldur brúka meiri tíð á spa og fitness og powershopping. Men tað tímir hesin skrivarin ikki. Svimjing Ey Patursson vann gull í 50 crawl og silvur í 50 bringu . Eivindur Toftegaard gull 50 bringu Borðtennis Unn mortensen vann eina bronsu í mix double og eina í einmansleiki. Ísakur Hansen vann eina bronsu í mix double og gull í einmansleiki. Renning Tór ur Hjalt Jacobsen vann eina bronsu í 100m og silvur í 200m. Meiken Olsen og Rannvá Strøm vunnu báðar silvur í 100m. Barbara Holm er svimjivenjari hjá ÍSB. Hon sigur at íðkararnir taka ítróttina í álvara. Hon leggur afturat at hesar jaligu eru týdningarmiklar fyri ítróttarfólkini, sum virka undir ÍSB. Vit hittu 16 ára gomlu Eyð Paturson og Barbaru Holm, venjara í svimjihøllini í Gundadali undir venjing hósdagin. So avgjørd er Annika Sølvará, stjóri í granskingarráðnum, nú landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ætlanin er at serkja játtanina til fiskivinnugransking við 42 prosentum komandi ár. Uni Leitisstein Hansen hevur lagt innslagið til rættis og hann tosar við Anniku Sølvará, stjóra í Granskingarráðnum. Í innslagnum eru nakrar av verkætlanunum, ið fáa stuðul úr játtanini til Fiskivinnuroyndir, uppreksaðar. Maskinmeistarafelagið kom eftir, at bæði skipini høvdu brotið manningarlógina, tí við øðrum skipinum høvdu maskinmeinninir ikki vinnubrav, og á hinum var bert ein maskinmeistari, hóast kravið er tveir. Hóast Maskinmeistarafelagið hevur meldað málini til politiið, og gjørt vart við málini hjá Vørn og Sjóvinnustýrinum, so er einki hent. Tí verður løgreglan nú kærd til ríkispolitiovastan, sigur Maskinmeistarafelagið. Fyrsti blaðstjórin, Lena L. Mohr, og núverandi blaðstjórin á Kvinnu, Siri Sørensen, vera gestir í sjónvarpsstovuni hjá Liljuni Weihe eftir Dag og Viku. Alt í 1um fjórða umfar Føroyskt sjónvarp til føroysk børn við føroyskum tilfari Í og hvørt einasta fríggjakvøld klokkan hálvgum sjey verður Alt í 1um barnasendingin at síggja í Sjónvarpinum. Í hesum fjórða umfari er Felisia Jógvansdóttir Helmsdal vertinna. Hon er 11 ár, og hóast tað er gott at hugna sær heima í glashúsinum, so fer vertinnan hvørja ferð at ferðast onkunstaðni í Føroyum. Tað er altíð áhugavert og forvitnisligt at síggja hvussu tað er onkra aðrastaðni, og serliga tá onkur dugir væl at greiða frá og vísa á ymiskt áhugavert og forvitnisligt. Og innímillum, so sleppa øll sum hyggja, at gita hvat ein hundur sær út sum. Og eisini ber til at læra at gykla. Eitt nýtt gyklokkanverður í hvørjum parti. Og tá Felisia kemur heimaftur fer Kob at læra um, hvussu frukt kann verða skorin í stuttligar og vakrar bitar at hava við í matpakkan ella at bjóða gestum. Vangamyndin Andrea Eyðunsdóttir er í fyrstu vangamyndini í hesum umfarinum. Andrea býr á Trøllanesi, og greiðir millum annað frá hví Trøllanes eitur Trøllanes. Eisini eigur Andrea nógv djór dunnur og høsn og tveir hundar, sum akta hana hvørja ferð hon biður teir um at gera okkurt. Andrea dugir eisini at siga frá søgnini um kópakonuna, sum í fyrr í tíðini búði í grannabygdini Mikladali tað er har Andrea gongur í skúla. Og á kamarinum eigur Andrea millum annað nakað, hon keypti, tá hon ferðaðist uttanlands. Git Tað ber til at gita uppií, tá hundurin meir og meir líkist onkrum heilt ávísum. Tað hevur nakað at gera við at ansa eftir og at stríðast. Men fyrst er hundurin bara í einari troyggju, ber til at gita hvat hann er nú so fer hann í okkurt afturat, ber til at gita rætt nú og so okkurt uppá høvdið Tað stuttliga er, at hundurin hevur hendur GyklokkanTá gyklokkaner á skránni fer gyklarin at gykla. Og tað ber væl til at læra seg hvussu hann ger. Fríggjakvøldið skal gyklarin brúka eitt glas og eina lítla tomat. Skorin frukt Kob er heima, og dugir at læra hvussu ein frukt verður skorin til okkurt stuttligt. So ber til at hava bitarnar við í marpakkan ella eisini ber til at bjóða gestum. Kob eigur eitt heilt kuffert við serligum fruktknívum í. Og Felisia sleppur eisini at royna. 11 ára gamla Felisia J. Helmsdal er vertinnan í sendingini. Elin Dagbjartsdóttir Neshamar og Páll Danielsen leggja til rættis. Fyri tey stóru og virðismiklu loyvini er onki at ivast í, at tað fer keyp og søla fram, har tað í stóran mun er útlendskur kapitalur aftanfyri , sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi. Higartil í ár eru fiskiskip keypt og seld fyri 458 milliónir krónur í Føroyum ella slaka hálva milliard krónur. Í alt eru 43 skip og 12 fiskiloyvi keypt og seld. Tølini hevur Høgni Hoydal fingið í svari upp á munnligan fyrispurning til Jacob Vestergaard, landsstýrismann í fiskivinnumálum, í løgtinginum 10. september. Høgni Hoydal vil nú hava Jacob Vestergaard at útgreina tølini og hevur tí sett landsstýrismanninum ein grein 52 fyrispurning. Vit vita ikki, hvussu nógv av esum er virði fyri skip, og hvussu nógv er virði fyri rættindir. Vit vita heldur ikki, hvussu handlarnir verða staðfestir og skrásettir , sigur Høgni Hoydal. Fyri tey stóru og virðismiklu loyvini er onki at ivast í, at tað fer keyp og søla fram, har tað í stóran mun er útlendskur kapitalur aftanfyri , sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi. Higartil í ár eru fiskiskip keypt og seld fyri 458 milliónir krónur í Føroyum ella slaka hálva milliard krónur. Í alt eru 43 skip og 12 fiskiloyvi keypt og seld. Tølini hevur Høgni Hoydal fingið í svari upp á munnligan fyrispurning til Jacob Vestergaard, landsstýrismann í fiskivinnumálum, í løgtinginum 10. september. Høgni Hoydal vil nú hava Jacob Vestergaard at útgreina tølini og hevur tí sett landsstýrismanninum ein grein 52 fyrispurning. Vit vita ikki, hvussu nógv av hesum er virði fyri skip, og hvussu nógv er virði fyri rættindir. Vit vita heldur ikki, hvussu handlarnir verða staðfestir og skrásettir , sigur Høgni Hoydal. Fyri tey stóru og virðismiklu loyvini er onki at ivast í, at tað fer keyp og søla fram, har tað í stóran mun er útlendskur kapitalur aftanfyri , sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi. Higartil í ár eru fiskiskip keypt og seld fyri 458 milliónir krónur í Føroyum ella slaka hálva milliard krónur. Í alt eru 43 skip og 12 fiskiloyvi keypt og seld. Tølini hevur Høgni Hoydal fingið í svari upp á munnligan fyrispurning til Jacob Vestergaard, landsstýrismann í fiskivinnumálum, í løgtinginum 10. september. Høgni Hoydal vil nú hava Jacob Vestergaard at útgreina tølini og hevur tí sett landsstýrismanninum ein grein 52 fyrispurning. Vit vita ikki, hvussu nógv av hesum er virði fyri skip, og hvussu nógv er virði fyri rættindir. Vit vita heldur ikki, hvussu handlarnir verða staðfestir og skrásettir , sigur Høgni Hoydal. Ein dómari hevur víst aftur eitt tilmæli frá verjanum hjá Lionel Messi um at sleppa ákærunum, tí tað er pápi Leonel Messi, ið hevur havt ábyrgdina av fíggjar viðurskiftunum hjá soninum Lionel Messi og pápi hansara, Jorge, skulu hava snýtt skattamyndugleikarnar fyri umleið 30 milliónir krónur í tíðarskeiðnum frá 2007 til 2009. Feðgarnir hava víst aftur, at teir hava gjørt nakað ólógligt, og hava nú fimm dagar at kæra rættaravgerðina, sum sigur, at ákæra skal reisast um skattasvik. Ein dómari hevur víst aftur eitt tilmæli frá verjanum hjá Lionel Messi um at sleppa ákærunum, tí tað er pápi Leonel Messi, ið hevur havt ábyrgdina av fíggjar viðurskiftunum hjá soninum Lionel Messi og pápi hansara, Jorge, skulu hava snýtt skattamyndugleikarnar fyri umleið 30 milliónir krónur í tíðarskeiðnum frá 2007 til 2009. Feðgarnir hava víst aftur, at teir hava gjørt nakað ólógligt, og hava nú fimm dagar at kæra rættaravgerðina, sum sigur, at ákæra skal reisast um skattasvik. Bókin Lat eisini meg, verður at hoyra leygarmorgnar klokkan 9.30 og sunnudagar klokkan 17.10 í útvarpinum. Bókin er í 11 pørtum. Eyð Berghamar Jacobsen lesur. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2013. Bókin Lat eisini meg er nýggj upprunaføroysk bók um happing. Ein hjartanemandi søga um at kenna seg uttanfyri Halldóra Dam hevur skrivað bókina, sum eisini er fyrsta bók úr hennara hondum. Bókin er um gentuna Drós, sum verður illa happað í flokkinum. Hvør einasti dagur er eitt satt stríð at koma ígjøgnum, tí hon veit ongantíð, hvat hon kann vænta sær. Drós gongur einsamøll við hesum, ongin veit av nøkrum uttan sjálvandi happararnir. Men so ein dagin kemur Rita at ganga í flokki saman við Drós, og tá fer knappliga okkurt at henda, tí Rita ræðist ikki, hvat onnur halda, at ein eigur at gera. Hon hevur sín egna vilja, og hon vil vera saman við Drós, tí henni dámar hana Hetta er ein bók beint úr gerandisdegnum og lýsir eitt fyibrigdi, sum nógv børn tíverri kenna aftur. Bókin er serliga væl egnað til tey 9 til 12 ára gomlu. Hon er 96 bls., og unga Bjørk Jónheðinsdóttir Tróndheim hevur gjørt permuna. Minst 3.439 fólk eru higatil deyð av ebola, boðar heimsheilsufelagskapurin WHO frá. Síðan 1. oktober hevur WHO skrásett 7.492 fólk, sum er smittað av ebola. Sjúkan ger serliga um seg í vesturafrikonsku londunum Liberia, Sierra Leona og Guinea. Neyðhjálparfelagskapurin Red Barnet ávarar um, at fimm persónar verða smittaðir við ebola hvønn tíma í Sierra Leona. WHO óttast, at út við 20.000 fólk verða smittað av ebola í november. Amerikanskir serfrøðingar eru tó munandi meir óttafullir. Um ikki meir verður gjørt við at basa sjúkuna, verða millum 550.000 og 1,4 millión fólk í Vesturafrika smittað í januar, ávarar Center for Disease Control and Prevention í einari frágreiðing, sum var almannakunngjørd týsdagin. Minst 3.439 fólk eru higatil deyð av ebola, boðar heimsheilsufelagskapurin WHO frá. Síðan 1. oktober hevur WHO skrásett 7.492 fólk, sum er smittað av ebola. Sjúkan ger serliga um seg í vesturafrikonsku londunum Liberia, Sierra Leona og Guinea. Neyðhjálparfelagskapurin Red Barnet ávarar um, at fimm persónar verða smittaðir við ebola hvønn tíma í Sierra Leona. WHO óttast, at út við 20.000 fólk verða smittað av ebola í november. Amerikanskir serfrøðingar eru tó munandi meir óttafullir. Um ikki meir verður gjørt við at basa sjúkuna, verða millum 550.000 og 1,4 millión fólk í Vesturafrika smittað í januar, ávarar Center for Disease Control and Prevention í einari frágreiðing, sum var almannakunngjørd týsdagin. Um vikuskiftið er landsfundur í Vinstra, og nú í morgun varð Lars Løkke Rasmussen endurvaldur sum formaður fyri Vinstra. Tað tók tó neyvan nakran á bóli, tí ongin stillaði upp móti Lars Løkke Rasmussen. Lars Løkke Rasmussen var í einum sonnum óðnarveðri í donskum fjølmiðlum fyri bert nøkrum mánum síðan, tá fleiri gølur vóru frammi um hansara privatu nýstlu av pengum hjá Vinstra. Lars Løkke yvirlivdi tó illveðrið. Nú benda veljarakanningarnar á, at Lars Løkke Rasmussen aftur verður forsætisráðharri í Danmark. Í 2015 verður fólkatingsval, og sambært veljarakanningunum fer Vinstra Flokkurin at vinna valið. Eitt víkingaskip hoyrir heima í tí høpinum, sigur Finnbjørn Hovskarð, sum er ein av stigtakarunum til at stovna eitt felag, sum skal standa fyri ætlanini at byggja eitt víkingaskip. Tað er greitt, at víkingaskipið verður ikki liðugt til Víkingadagarnar komandi ár. Men tá ætla hovbingar at leiga víkingaskipið Helgi Ask úr Danmark til Víkingadagarnar 2015. Svøríki verður tað fyrsta landið í ES, sum viðurkennir palestinska statin. Hetta boðar nýggi svenski forsætisráðharrin, Stefan Lofven, frá. Svenska avgerðin vekir ans í altjóða høpi. Amerikanska uttanríkisráðið heldur, at Svøriki skundar sær ov nógv. Vit stuðla, at tað kemur ein palestinskur statur. Men palestinski staturin kemur einans við samráðingum um eina samtykt, sum báðir partar í stríðnum viðurkenna , sigur Jen Psaki, talskvinna fyri amerikanska utanríkisráðið. Uttanríkisráðarrin hjá palestinum, Riyad al Maliki, takkar nýggju svensku stjórnini fyri at stuðla rættindunum hjá palestinum, og heitir á onnur ES lond um at gera tað sama. Sambært The New York Times vendi maðurin sær til eitt sjúkrahús í Dallas, ti hann var blivin sjúkur, tá hann var komin heim aftur. Men maðurin varð sendur heim aftur, tí læknanir hildu, at hann hevði fepur orsakað av hálsbruna. Maðurin er nú innlagdur við ebola. Síðan maðurin varð sendur heim frá sjúkrahúsinum, hevur hann havt samband við umleið 10 fólk, harímillum fleiri børn, sum nú eru í stórum vanda fyri at vera smittað. Myndugleikarnir hava eftirlit við øllum fólkunum, sum teir vita, at maðurin hevur havt samband við. Eisini er íbúðin, sum maðurin búði í, blivin sóttreinsað. Ein maður, sum var smittaður við ebola, var sendur heim av einum sjúkrahúsi í Dallas. Hetta hendi hóast, at starvsfólkini á sjúkrahúsinum vistu, at maðurin hevði verið og ferðast í Libera, har ebola umfarsjúkan herjar. Sambært The New York Times vendi maðurin sær til eitt sjúkrahús í Dallas, ti hann var blivin sjúkur, tá hann var komin heim aftur. Men maðurin var sendur heim aftur, tí læknanir hildu, at hann hevði fepur orsakað av einum hálsbruna. Maðurin er nú innlagdur við ebola. Men síðan hann var sendur heim frá sjúkrahúsinum, hevur hann havt samband við umleið 10 fólk, harímillum fleiri børn, sum nú eru í stórum vanda fyri at vera smittað. Myndugleikarnar hava eftirlit øllum fólkunum, sum ein veit, at maðurin hevur havt samband við. Eisini er íbúðin, sum maðurin búði í, blivin sóttreinsa. Ein maður, sum var smittaður við ebola, var sendur heim av einum sjúkrahúsi í Dallas. Hetta hendi hóast, at starvsfólkini á sjúkrahúsinum vistu, at maðurin hevði verið og ferðast í Libera, har ebola umfarsjúkan herjar. Sambært The New York Times vendi maðurin sær til eitt sjúkrahús í Dallas, ti hann var blivin sjúkur, tá hann var komin heim aftur. Men maðurin var sendur heim aftur, tí læknanir hildu, at hann hevði fepur orsakað av einum hálsbruna. Maðurin er nú innlagdur við ebola. Men síðan hann var sendur heim frá sjúkrahúsinum, hevur hann havt samband við umleið 10 fólk, harímillum fleiri børn, sum nú eru í stórum vanda fyri at vera smittað. Myndugleikarnar hava eftirlit øllum fólkunum, sum ein veit, at maðurin hevur havt samband við. Eisini er íbúðin, sum maðurin búði í, blivin sóttreinsa. Hóast landsstýrissamgongan ætlar at koma við eini fiskivinnunýskipan 1. februar, hevur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, lagt uppskot fyri tingið um avgjald á makrel og norðhavssild næsta ár. Hetta verður gjørt av fíggjarlógartekniskum orsøkum, tí ætlanin er at fáa eina varandi skipan í staðin fyri hesa avgjaldslógina, sigur landsstýrismaðurin. Skotið verður upp, at øll fiskifør uttan heimaflotin rinda 50 oyru fyri kilo av norðhavssild og eina krónu fyri kilo av makreli í avgjaldi. Skip, sum landa sild og makrel uttanlands ella móttøkuskip undir fremmandum flaggi, skulu haraftrat gjalda tvær krónu fyri kilo í avreiðingargjaldi. Heimaflotin sleppur bíligari. Hann skal rinda ein krónu í avreiðingargjaldi, verður landað uttanlands ella til útlendsk móttøkuskip. Landsstýrið væntar, at avgjøldini á sild og makreli fara at geva landskassanum tilsamans 137 milliónir næsta ár. Enn er eingin kvota ásett, men tá tað er gjørt, kann verða neyðugt at laga uppskotið til, sigur Fíggjarmálaráðið. Jørgen Niclasen sigur í viðmerkingunum til uppskotið, at formenninir í samgonguflokkunum eru samdir um, at ferð skal setast á arbeiðið við fiskivinnunýskipanini. Málið er, at í seinasta lagi 1. februar næsta ár skal uppskot um fiskivinnunýskipan verða gjørt, og tann lógin skal avloysa galdandi lóg um vinnuligan fiskiskap og fyribilslógir um gjøld á fiskivinnuna, sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum. Geir H. Haarde, sum er útbúgvin búskaparfrøðingur í USA, var forsætisráðharri, tá búskaparkreppan í Íslandi leikaði sum harðast, og hann gavst í politikki í 2009. Fólk í túsaundatali vóru úti á gøtunum og mótmæltu, at Kina ætlar sær avgerandi orðið um, hvør skal sleppa at stilla upp til landspartavalið í Hong Kong í 2017. Kravið er, at Kina ikki leggur seg út í valið og at demokratisk viðurskifti skulu valda. Leiðarin í Hong Kong, Cy Leung, hevur boðað frá, at politiið fer at síggja til, at skúlar og almennar skrivstovur lata upp í morgin. Áðrenn ófriðurin brast á, hevði stýrið í Hong Kong sagt seg vera til reiðar at tosa við umboð fyri mótmæliðfólkið, men tað varð avlýst, tá samanbrestir tóku seg upp. Studentarnir hava ákært stjórnina fyri at lata ófriðakroppar leypa á mótmælisfólkið fyri at skapa rok, men tað hevur løgregluovastin avsannað. Frants pávi hevur boðsent tveyhundrað biskuppum at koma í Vatikanið at viðgera nakrar av teimum mest viðkvomu spurningunum í katólsku kirkjuni. Tað eru spurningar sum fosturtøka, gitnaðarfyribyrging, samkynd og hjúnarskilnað, biskuparnir skulu tosa um, og tað skulu teir ikki bert gera sínámillum, men eisini saman við katólskum kirkjufólki, tí tey vera eisini umboðaði á fundinum. Frants pávi segði í gjár, at hann vildi hava biskupparnar at lurta eftir kirkjufólkinum, segði seg vóna, at orðaskiftið fór at vera opið, sannførandi og við atliti til nútíðina. Meira enn ein milliard katolikkar eru kring heimin og ein kanning, sum Frants í fjør tók stig til, vísti, at meirilutin ikki tekur í álvara kirkjunnar læru um samlegu og fyribyrging. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, skjýtur upp, at kommunurnar fáa inntøkurnar av pensjónskattinum, og at tær eina ferð um árið fáa goldið eina upphædd úr landskassanum, sum svarar til skattavirðið á ávísum frádráttum í DIS og FAS, fiskimannafrádráttinum og uttanlandsfrádráttinum. Fíggjarmálaráðið sigur, at fíggjarligu avleiðingarnar fyri kommunurnar vera ymiskar, tá tær taka við eldraøkinum. Flestu kommunur fáa eina upphædd, sum er størri enn kostnaðurin, men einstakar kommunur fáa eina minni upphædd, enn kostnaðurin væntandi verður. Tá ið ræður um eftirlønarskattin, fáa kommunur, har nógvir eldri borgarar eru, ein lutfalsliga størri part av upphæddini. Lagt verður eitt nú uppfyri, at Sandoyggin verður rikin sum eitt øki fyri seg. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur lagt uppskot fyri løgtingið, har hann mælir til at lækka rentustuðulin við einum prosentstigi um árið, næstu fimm árini. Rentustuðulin er í dag 35 prosent og skal eftir ætlan vera 30 prosent í 2019. Hvørja lagnu uppskotið fær í løgtinginum, er óvist. Løgtingið viðgjørdi sama spurning í fjør, men tá fall uppskotið. Ein samd fíggjarnevnd strikaði hendan partin av uppskotinum. Tá var tó samtykt at lækka hámarkið stigvíst úr 115.000krónurtil 100.000 krónur næstu árini. Uppskotið at lækka rentustuðulin er lagt fyri løgtingið saman við fíggjarlógaruppskotinum í royndini at venda hallinum á fíggjarlógini til yvirskot í 2016. Tey, sum skylda tvær milliónir krónur í sethúsunum við eini rentu á 4 prosent, missa 804 krónur um árið í rentustuðli, verður umskotið samtykt. Tá kommunurnar taka við eldraøkinum á nýggjárinum, fáa tær forskattingina av pensjónum umframt endurgjald fyri ymsar frádráttir. Tá hesar inntøkur og tað, sum tey eldru sjálvi skulu gjalda, verður lagt saman, hava kommunurnar tilsamans 413 milliónir krónur at reka eldraøkið fyri um árið. Tey flestu minnast orðaskiftið, ið tók seg upp, tí ellisheimini her á landi skuldu spara, og nøkur fóru at borðreiða við uppafturhitaðum mati um vikuskiftið. Í Faaborg Midtfyn kommune hava politikararnir avgjørt at spara tvær milliónir krónur um árið, og tí skulu heimahjálpirnar ikki longur brúka tíð til at smyrja teimum eldru breyð og leggja pálegg á. Nei, í staðin fara tey, sum ikki longur klára seg sjálvi, eina ferð um vikuna at fáa sjey vakum pakkaðar matpakkar, ein til hvønn dagin, og tá tey eta tann seinasta, kann hann vera smurdur heilar níggju dagar frammanundan. Felagið Ældre Sagen sigur seg óttast fyri, at vakumpakkaða smyrjibreyðið fer at breiða seg um alt landið eins og hent er við døgurðamatinum. Jyllands Posten hevur spurt seg fyri og fingið at vita, at í seks av tíggju donskum kommunum verður døgurðin borðin teimum eldru eina viku í senn sum langtíðarhaldførur liðugtgjørdur døgurðamatur sjey vakumpakkaðir bakkar klárir at seta í mikroovnin. Danski almannamálaráðharrin, Manu Sareen, heldur tað vera óvirðiligt, at tey eldru fáa vakumpakkað smyrjibreyð til fleiri dagar í senn. Men Manu Sareen er maðurin, sum kann broyta viðurskiftini, og Dansk Folkeparti vil hava at vita frá honum, hvat tann eyka milliardin til tey eldru er brúkt til, sum Fólkatingið samtykti at veita kommununum. Svenski sendiharrin í Ísrael skal standa skúlarætt fyri ísraelska uttanríkisráðharran, Avigdor Lieberman, tí nýggja svenska stjórnin hevur avgjørt at viðurkenna Palestina sum sjálvstøðugt land. Vit hava kunngjørt, at vit fara at viðurkenna Palestina. Tað eigur ikki at koma óvart á nakran, tí tað hevur verið ætlanin leingi, segði nýggi svenski uttanríkisráðharrin, Margot Wallstrøm, fríggjadagin. Avigdor Lieberman, uttanríkisráðharri, sigur, at palestinsku sjálvstýrismyndugleikarnir hava skyldina av, at einki er komið burtur úr friðarsamráðingunum. Palestinska sjálvstýrið hevur takkað svensku stjórnini fyri avgerðina um at viðurkenna Palestina og sigur, at hetta er ein djørv avgerð. Amerikanska uttanríkisráðið sigur hinvegin, at svenska stjórnin er lopin framav longu at viðurkenna Palestina, áðrenn samráðingarnar eru lidnar. ST aðalfundurin viðurkendi Palestina í 2012, hóast Ísrael mótmælti. Tá atkvøddi Svøríki ímóti, tí táverandi uttanríkisráðharrin, Carl Bildt, var ímóti ST samtyktini. Mortan Rasmussen hevur spælt bridge í Havnar Bridgefelag. Hevur sitið í Bridgesambandinum og var uppií, tá kvinnurnar fingu atgongd til mannafólkaverðina í bridgefelagnum. Tvey skifti sat hann í Eldraráðnum í Havn. Mortan hevur verið frammarlaga í orðaskiftinum um grein 266b. Er heitur talsmaður fyri, at minnilutar fáa fullgóð rættindi, og fegnast um, at eitt Fountainhouse er fingið í lag. Sum pensjónistur hevur hann ferðast bæði í Kina og Ruslandi, og seint í summar var øll familjan í Íslandi til eitt brúdleyp og tvey gullbrúdleyp. Nógvir næmingar hava brúk fyri sálarligari hjálp, og hvørt ár má Studentaskúlin í Hoydølum senda tíggjutals næmingar til sálarfrøðing. Tað skrivar heimasíðan IN.FO frá fundi hjá MBF, Meginfelag teirra brekaðu, har Herleif Hammer, rektari greiddi frá støðuni. Og lestrarvegleiðarin á Studentaskúlanum á Kambsdali skoytti uppí, at tað er heilt átrokandi neyðugt at fáa sálarfrøðingar knýttar at skúlanum. Tørvurin er vaksin í stórum, tí tey ungu í dag hava havt ein nógv meira turbulentan uppvøkstur, enn tey ungu høvdu fyri nøkrum árum síðani. Herleif Hammer sigur, at lesivegleiðararnir á í Hoydølum vísa millum 40 og 60 næmingum til sálarfrøðing hvørt ár, tí teir eru í eini slíkari støðu, at vegleiðararnir himprast við at senda teir út í lívið uttan at hava víst teimum til sálarfrøðing. Skúlin hevur fingið játtan til ein serlærara, hann hevur kannað allar 300 næmingarnar í fyrstuflokkunum, og staðfest er, at 12 prosent av næmingunum eru orðblindir á ymiskum stigum. Harafturat hava nógvir næmingar lesi og skrivitrupulleikar, og næstan eingir av næmingunum hava áður fingið nakra hjálp, sigur Herleif Hammer. Næmingar kunnu allir hjálpast, og oftani skal ikki so øgiliga nógv til fyri at bøta um lesiførleikan, men vit tosa um yvir 80 næmingar, sum hava brúk fyri hjálp fyri orðblindni, og tað er avmarkað, hvussu nógv ein einsamallur lærari á Studentaskúlanum kann gera, sigur Herleif Hammer. Víkingur ÍF 4 0 5 0 1 0 5min Hallur Hansson 2 0 10min Súni Olsen 3 0 40min Hallur Hansson 4 0 44min Sølvi Vatnhamar 5 0 70min Hallur Hansson Formaðurin í Fíggjarnevndini væntar ikki, at løgtingið fer at eftirlíka ynskinum hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum, sum hevur skotið upp at lækka rentustuðulin stigvíst soleiðis, at hann verður 30 prosent í 2019. Jørgen Niclasen ætlaði eisini í fjør at fáa rentustuðulin lækkaðan, men tá segði Løgtingið nei, og Bárður á Steig Nielsen dugir ikki at síggja at nakað er broytt. Leygardagin vunnu tær gull á Ægir stevnuni við tíðini 8.30.58. Svimjing.com skrivar, at tær tóku heili 8,79 sekund av gamla metinum. Gamla metið frá 2011 var 8.47.37. Tær fýra sum svumu vóru Victoria Wigant Eysturdal 2 08.28 , Signhild Joensen 2 09.34 , Ásbjørg Hjelm 2 13.27 og Cecilia Eysturdal 2 07.69 . Sambært fíggjarlógini fyri 2014 kostar rentustuðulin 98 milliónir krónur Í uppskotinum um eykajáttanarlóg verður biðið um, at játtanin lækkar niður í 96,2 milliónir krónur Og næsta ár skal rentustuðulin, sambært uppskotinum um fíggjarlóg, kosta landi og kommunum hálva triðju millión krónur minni enn í ár. Í gjár segði formaðurin í Fíggjarnevndini, Bárður á Steig Nielsen, at skal rentustuðulin minka, so skal kapitalvinningsskatturin eisini minka tað sama. Tey, sum skylda tvær milliónir krónur í sethúsunum, og rentan er 4 prosent, missa 804 krónur um árið í rentustuðli, verður uppskotið hjá landsstýrinum samtykt. 1. partur av bókini EIturkoppaprinsessan. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2014. Ingun Christensen skrivaði og Eyð Matras lesur. Framsókn skjýtur upp at hækka játtanina á fíggjarlógini við 600.000 krónum at seta sálarfrøðing til næmingar í miðnámsskúlum og lærlingar, sum taka yrkisútbúgving. Framsókn vísir á, at í einum áliti, sum varð skrivað í 2004, varð mett, at neyðugt er við einum sálarfrøðingi í fullum starvi fyri hvørjar 3.000 næmingar. Tá varð mælt til í minsta lagi eitt hálvt starv. Nú ganga meiri enn 3.000 næmingar á miðnámi ella taka yrkisútbúgving, og tí er grundarlag fyri í minsta lagi einum fulltíðarstarvi hjá einum sálarfrøðingi innan ungdómssálarfrøði. Sambært kunngerð um miðnámsútbúgvingar er álagt lestrarvegleiðingini at skipa so fyri, at næmingar, sum hava tørv á sálarfrøðiligari hjálp, verða vístir til sálarfrøðing. Men sum er ber ikki til at lúka hesa áseting í kunngerðini, tí eingin sálarfrøðingur er knýttur at miðnámsskúlaskipanini, sigur Framsókn í viðmerkingunum til uppskotið. Á studentaskúlanum og HF skeiðnum í Hoydølum vísir ein kanning, at umleið 80 næmingar eru orðblindir, men nógvir næmingar hava eisini sálarligar trupulleikar, sigur rektarin, Herleif Hammer. Hann heldur, at tørvur er á at seta sálarfrøðing. Mynd Poul Michelsen, formaður í Framsókn Tað er greitt, nú meiri enn 90 prosent av atkvøðunum eru tald. Forsetin, Dilma Rouseff úr sosialistaflokkinum, hevur fingið sløk 42 prosent av atkvøðunum, og hon skal kappast móti sosialdemokratiska valevninum, Aecio Neves, í seinna valumfari. Neves fekk 34,2 prosent á valinum í gjár. Umhvørvisstríðskvinnan, Marina Silva, fekk bert 21 prosent av atkvøðunum. Líkt er til, at forsetavalið í Brasilia verður sera javnt, siga politiskir eygleiðarar. Sosialistaflokkurin hevur havt valdið í Brasilia seinastu 12 árini, og seinastu árini hevur Dilma Rouseff verið forseti. Undanmaður hennara, Lula, framdi víðfevndar nýskipanir, sum lyftu teir umleið 40 milliónir brasilianararnar úr fátækradømi. Lønirnar hækkaðu, og arbeiðsloysið minkaði. Men búskaparlig afturgongd hevur verið í landinum seinaastu tíðina, og dýrtíðin er vaksin. Fyrr í ár mótmæltu brasilianarar í gøtunum, at so nógvur peningur varð nýttur til heimsmeistarakappingin í fótbólti. Brasilia er størsta demokratiska land í Suðuramerika. 142 milliónir veljarar eru skrásettir í landinum, og tað er skylda at velja. Væl meira enn hundrað føroyingar vóru á dansistevnu í summar. Um trý ár gera væntandi einir túsund ungir dansarar innrás í Klaksvík. Sólja í Ólavsstovu sum er Løgtingsins umboðsmaður er nú eisini barna og ungdómsumboð. Børn og vaksin kunnu nú kæra til umboðsmannin, um tey halda, at ein almennur ella privatur myndugleiki ella stovnur ikki hevur borið seg rætt at móti einum barni. Løgtingið hevur samtykt, at umboðsmaðurin nú skal hava loyvi at kanna bæði almennar og privatar stovnar, sum hava ábyrgd av børnum, hvat merkir tað ítøkiliga Sólja í Ólavsstovu var í útvarpsstovuni í morgun Hvat er munurin á gott og ringt, nær brúka vit hiðani og haðani og foreldur sum hava torført við at skilja skúlabøkurnar hjá foreldrunum hetta var nakað av tí, sum lurtararnir spurdu um í morgun Hetta hava verið tvey sera hendingarrík ár hjá Den Bl Planet. Nú gleði eg meg at sleppa at royna kreftir í nýggja starvinum hjá Børsen, sigur Todi Jónsson við portal.fo . Alt undirhald til børn er útlendskt. Børn nýta sítt hugflog á donskum og enskum, tey tosa annað mál, tá ið tey spæla, eru ill, glað og tá ið tey eru kul. Trý av teimum eru amerikanskir hermenn. Teir vórðu tiknir út av briminum, tá teir tóku myndir av aldunum. Ein av hermonnunum er funnin deyður. Ein 21 ára gamal maður, sum stóð á brimfjøl, er er eisini horvin. Ódnin kom inn yvir land tíðliga í morgun, japanska tíð. Um middagsleitið verður hon nærindis Yokohama, beint sunnan fyri høvuðsstaðin Tokyo. Vindferðin er umleið 180 kilometrar um tíman, 50 metrar um sekundið. 200.000 fólk har eysturi í Japan er flutt burtur, tí vandi er fyri skriðulopi og vatnflóð. 600 flogferðir eru eisini avlýstar. Melduródnin fer væntandi eisini at órógva bjargingararbeiðið eftir eitt eldgos 200 kilometrar vestan fyri Tokyo. Sambært verkætlanunum skal seismikkur viðgerast og tulkast, og jarðfrøðiligar kanningar fyrireikast frá 1.oktober í ár til 1.oktober í 2016. Tá forkanningarnar eru lidnar um tvey ár, fer Faroe Petroleum at leita eftir øðrum oljufeløgum at vera við, tá borurin skal setast í. Atlantic Petroleum Norge eigur níggju prosent av loyvinum. Ætlanin er at bora 4200 metrar, og boringin er mett at vara 60 til 90 dagar. Hugsar tú stundum, at tú átti at verið meira saman við vinum og kenningum í veruliga lívinum heldur enn á sosialu miðlunum á fartelefonini Ella at tú átti at lagt óvanan frá tær, har tú javnt og samt starir í telefonskíggjan, har tú kanst síggja nýggjastu dagføringar hjá vinum tínum á Facebook ella lesa seinastu tíðindini Í hesi nýggju upptøkuni heitir tónleikarin og rapparin, Prince EA, á fólk um at leggja fartelefonina meira frá sær. Sí hansara áheitan her. Nevndin í p f Eystur og Sandoyartunlar hevur avgjørt at seta Teit Samuelsen sum stjóra í felagnum, boðaði felagið frá stutt fyri døgverða mánadagin. Nýsetti stjórin í felagnum, Teitur Samuelsen, er útbúgvin Cand. Merc. Aud. Hann hevur seinastu fimm árini verið fíggjarstjóri hjá Bakkafrosti. Tað hevur drigið út at seta stjóran í tunnilsfelagnum. Upprunaliga var ætlanin, at stjórin fyri Eystur og Sandoyartunlar skuldi setast í august mánaði, segði nevndarformaðurin, Bergur Poulsen, tá við Kringvarpið. Tá freistin at søkja starvið sum tunnilsstjóri var úti 11. august, høvdu 20 umsøkjarar søkt starvið bæði føroyingar og útlendingar. Seks av teimum 20 umsøkjarunum vórðu bodnir til samrøðu. Alt undirhald til børn er útlendskt. Børn nýta sítt hugflog á donskum og enskum, og tey tosa annað mál, tá ið tey spæla, eru ill, glað ella tá tey eru kul. Seinastu vikuna hevur Barnaútvarpið snúð seg um børn og mál. Í kvøld tekur Barnaútvarpið við Jonnu Fritsdóttir Mortensen og Elini á Rógvi á odda, evnið uppaftur. Hesaferð á vaksnamannastigi. Pallborðsfundur verður í skúlanum við Løgmannabreyt, um evnið. Fundurin byrjar klokkan 19.30, og hann verður sendur beinleiðis í útvarpinum. Við borðið sita Oddfríður Marni Rasmussen, lærari, Katrin Bjarnadóttir, námsfrøðingur og taluráðgevi, Katrin Petersen, foreldur, Høgni Reistrup, miðlafrøðingur og Vár í Ólavstovu, móðirmálsfrálærufrøðingur. Orðstýrari er Solby Christiansdóttir. Trý ára gamli Jákup rættar mammu sína, tí hann á teldli sínum hevur sæð eina kúgv, sum hann heldur eitur ko, tí føroysk orðaspøl við vøkrum grafikki ikki eru at finna á teldlinum. Eg hevði marreridt í nátt, greiðir 6 ára gamla Rakul frá, og lærari sigur frá næmingum, sum droyma á enskum. Hetta eru dømi, sum manningin á Barnaútvarpinum hevur fingið. Hvussu er kenslan hjá okkum vaksnum, tá ið vit hoyra tílíkar útsagnir Verða vit errin av børnum, sum tosa perudanskt ella børnum, sum duga at telja á enskum, áðrenn tey telja á sínum egna móðurmáli, spyrja tær báðar á barnaredaktiónini og leggja afturat, at stór broyting er farin fram seinastu fýra árini, síðan teldilin kom á marknaðin. Í løtuni kappast vit ikki, vit eru slettis inni í boksiringinum, men lata standa til. Hvønn dag ringja fólk á savnið í Kringvarpinum og vilja keypa eitt eintak av føroyskum teknifilmi, so smæstu eygu og oyru fáa gleði av tí føroyska, men hvønn dag, noyðast tey at siga Nei, tíverri, eg havi ikki loyvi at selja føroyskt týtt tilfar við føroyskum røddum. Spurningurin er, um vit hava vit ráð at lata standa til Hvat fer okkara yngsti borgari, hyggjari og lurtari at hugsa um tað føroyska, og tað at vera føroyingur, tá ið alt undirhald er útlendskt, og tey halda seg mangla orð fyri alt, ið er nýmótans og skifta til enskt ella danskt, tá ið tey eru ovurfegin, kedd ella nýta sítt hugflog, spyrja tær báðar Elin á Rógvi og Jonna Fritsdóttir Mortensen, sum báðar arbeiða í Barnaútvarpinum og hava tikið stig til pallborðsfundin. Bárður á Steig Nielsen, formaður í Fíggjarnevndini, var ikki á samgongufundinum um fíggjarlógaruppskotið. Hann var á ST aðalfundi í New York. Í 2002 valdu foreldrini hjá teimum trimum systrunum, Birita, Elin og Jóna Baldvinsdóttir Ejdesgaard at blíva skild. Men er ein hjúnarskilnaður altíð so harður fyri børnini, sum fleiri vilja vera við Og er tað ikki í fleiri førum betri fyri børnini tá foreldrini fara hvør til sítt Til ein kaffimunn fyrrpartin leygardagin heima í barndómsheimi teirra á kommasmýru og setti teimum nakrar spurningar hesum viðvíkjandi. Í 2002 vóru Birita, Elin og Jóna ávikavist 17 14 og 8 ára gamlar. Hoyr samrøðuna við tær tríggjar. Faroe Petroleum eigur einsamalt loyvini, og er tí eisini fyristøðufelag. Sambært verkætlanunum skal seismikkur viðgerast og tulkast, og jarðfrøðiligar kanningar fyrireikast frá 1. oktober í ár til 1. oktober í 2016. Loyvini fevna um 3.458 ferkilometrar, og dýpið er millum 80 og 110 metrar. Tá forkanningarnar eru lidnar um tvey ár, fer Faroe Petroleum at leita eftir øðrum oljufeløgum at vera við, tá borurin skal setast í. Hitt føroyska oljufelagið, Atlantic Petroleum, boðar frá í morgun, at farið er undir at bora Ivory brunnin í norskum øki. Atlantic Petroleum Norge eigur níggju prosent av loyvinum. Ætlanin er at bora 4200 metrar, og boringin er mett at vara 60 til 90 dagar. Hetta er annar brunnurin hjá Atlantic Petroleum í norskum øki. Í Skopun situr filmslistarmaðurin Sakaris Stórá. Hann heldur ikki, at neyðugt er at fara av oynni at gera film. Tvørturímóti er ógvuliga umráðandi hjá honum at vera staddur í heimbygdini, tá hann arbeiðir. Her fær hann friðin at hugsavna seg. Í kjallaranum heima við hús hjá foreldrunum hevur hann sítt arbeiðsrúm. Her situr hann og skrivar søgurnar til sínar filmar og klippur upptøkurnar saman. Sandoyggin er eisini pallurin í báðum seinastu filmunum hjá Sakarisi. Upptøkurnar eru gjørdar í Skopun og har um vegir. Mær nýtist ikki at fara til Havnar ella av landinum, tá ið filmsupptøkur skulu gerast, tí søgurnar eru allastaðni eisini her í Skopun, sigur filmsleikstjórin. Í sendingini hitta vit 28 ára gamla Sakaris Stórá, sum man vera tann einasti í Føroyum, sum hevur filmslistina sum sítt dagliga yrki. Sakaris hevur higartil gjørt fýra stuttfilmar. Teir báðir seinastu, Summarnátt 2012 og Vetrarmorgun 2013 eru gjørdir í Sandoynni. Vit gleða okkum til at viðurkenna Palestina sum eina tjóð, men tað er torført at gera tað, áðrenn vit vita, um tjóði hevur nakran møguleika at virka, sigur danski uttanríkisráðharrin, Martin Lidegaard, við tíðindastovuna Ritzau. Svenski forsætisráðharrin, Stefan Løfven, boðaði fríggjakvøldið frá, at Svøríki ynskir at viðurkenna Palestina. Fráboðanin fekk USA at svara aftur, at svenska fráboðanin er bráðræsin. Danski uttanríkisráðharrin hevur torført við at tolka, um svenska fráboðanin bara politisk tekin, ella um gerð fylgir orðunum. Fyrrverandi danski uttanríkisráðharrin, Holger K. Nielsen úr Sosialistiska Fólkaflokkinum, heldur, at Danmark átti at fylgt svium. Ein viðurkenning av Palestina kann trýsta Ísrael aftur til sámráðingarborðið og trýsta friðarsamráðingarnar aftur í gongd, sigur Holger K. Nielsen. Ein stórur meiriluti í ST samtykti fyri knøppum tveimum árum síðani eina yvirlýsing, sum gav Palestina støðu sum eygleiðari í ST. Bygdin undir Gøtueiði, har umleið 30 fólk búgva, er fast í Skipanes. Kortini eru bygdirnar í hvør sínari kommunu. Undir Gøtueiði hevur verið eitt knútapunkt hjá gøtufólki og gøtumenn hava havt bátar liggjandi við Skipanes. Regin Joensen greiðir frá ymiskum viðurskiftum í bygdini, og vit hitta eisini abbadóttur hansara Bjørg Eskildsen, sum er 24 ár og greiðir frá, hvussu tað var at vaksa upp undir Gøtueiði. Elsta kvinnan í bygdini er Herdis Poulsen, sum júst er komin úr arbeiði, tá vit støkka inn á gólvið. Hjúnini Anna og Jóhan Mortensen hava nógv jørn í eldinum, og søldfirðingurin Jonhard Danielsen hevur keypt eitt stórt neyst undir Gøtueiði, sum hann nú byggir upp aftur og hevur stórar ætlanir við. Leivur Hansen hittir Tummas Justinussen, stjóra í Skansi Offshore, sum á Vinnudegnum síðsta fríggjadag varð kosið Ársins virki 2014 fyri slóðbrótandi arbeiði sítt innan veitingartænastuna í oljuvinnuni. Skansi Offshore, ið fyri tað mesta virkar uttanfyri landoddarnar, hevur fimm nýmótans veitingarskip og 135 fólk í starvi, øll føroyingar. Fyritøkan væntar at hava ein umsetning í ár upp á umleið 300 milliónir krónur. Í alt 11 sakførarar hjá fyrrverandi stjórum, nevndarlimum og grannskoðara í kollsiglda bankanum kravdu í Eystara landsrætti í dag at steðga málinum. Grundgevingin er, at Fíggjarligt støðufesti ikki er tann rætti at stevna. Sakførararnir hjá teimum stevndu vísa til eina reglu í sonevndu Selskabslógini, sum sigur, at avgerðin at stevna einari leiðslu og øðrum verður tikin á aðalfundinum, skrivar EPN á netinum. Tað hendi ikki í hesum førum, siga advokatarnir, sum umboða fyrrverandi leiðsluna í Eik Bank Danmark, ið er stevnd eftir íalt 250 milliónum krónum. Fíggjarligt støðufesti viðurkennir eisini, at so er, men vísir aftur, at vantandi avgerðin er avgerandi fyri, um rættarmálið kann halda fram ella ikki. Eisini í rættarmálinum um EBH Banka royndu teir, ið vóru stevndir, at steðga málinum eisini tað førið snúði seg partvíst um, at Fíggjarligt støðufesti ikki er rætti stevnarin. Men Hægstirættur vísti tó hesum aftur í mai 2013, og tí heldur rættarmálið móti fyrrverandi leiðsluni í EBH Banka fram. Fyrrverandi leiðslan í Eik Banka vísir tó á, at munur er á báðum rættarmálunum. EBH Banki var longu farin á heysin, tá Fíggjarligt Støðufesti tók yvir. So var ikki við Eik Banka. Tríggir landsrættardómarar skulu nú taka støðu til, um rættarmálið um fjórðings milliardina skal vísast aftur ella halda fram. Maðurin varð tikin í Miðvági í gjár, eftir at politiið hevði jagstrað hann, tí hann var undir illgruna fyri at koyra ávirkaður. Við vegjaðaran á einum uppdyrkingarvegi í Miðvági tók maðurin eina byrsu, sum var lødd, og hótti løgreglumenninar, hava teir upplýst. Sjálvur segði hann í rættinum, at hann ikki hótti nakran, men at hann tók patrónirnar úr byrsuni, tá hann sá hana liggja við vegin. Hví byrsan lá við síðuna av uppdyrkingarvegnum, og hví hann hevði eitt patrónbelti hjá sær, segði hann seg ikki vita, tí hann var ávirkaður. Fleiri mál Hann skal hava gjørt seg inn á løgreglufólk minst tvær ferðir, hann skal hava roynt at seta eld á eitt ruskílat í Sørvági, og hann skal hava brotið rútar í húsum hjá fólki. Ungi maðurin hevur framvegis arbeiði, men fyri seks til sjey mánaðum síðani byrjaði hann at drekka væl meir enn vanligt, og seinastu seks til sjey vikurnar hevur hann drukkið hvønn dag, greiddi hann rættinum frá. Síðani tá hevur hann bert verið til arbeiðis av og á, men seinastu vikuna hevur hann als ikki arbeitt, tí hann var fullur alla tíðina. Sum hann sjálvur segði, so hevði hann sovið meir í einum kliva á politistøðini í Klaksvík, enn hann hevði sovið heima hjá sær sjálvum seinastu tíðina. Verjin helt ikki, at maðurin hevði hótt nakran, í øllum førum visti hann ikki av tí. Og verjin vísti á, at ungi maðurin ikki er revsaður fyrr. Verjin helt eisini, at maðurin átti at verið latin leysur, og í øllum førum ikki at verið varðhaldsfongslaður í fýra vikur, sum ákæruvaldið kravdi. Ert tú undir 25 ár og eigur bil, ber ikki til at tryggja bilin móti lakkskaða, um tú ert viðskiftafólk hjá Trygd, tí tað fevnir sonevnda stormskaða tryggingin ikki um. Hjá Trygd siga tey, at teirra viðskiftafólk eru væl tryggjaði móti stormi. Stormskaðatryggingin fevnir bara um lakkskaðar, og har gera tey mun á yngri og eldri fólki, men tað fara tey nú at broyta. Glyvursnes, Neshagi, Nólsoy, Svínoy og Søltuvík. Boðini uppá hvar ein flogvøllur átti at verið, um hann ikki var í Vágum, hava verið nógv. Hósdagin verður enn ein verkætlan almannakunngjørd hesaferð um ein flogvøll á eini oyggj, sum skal gerast í Tangafirði. Tað kostaði landsstýrinum góðar tvær milliónir krónur í advokat rokningum at fyrirreika sakarmálini móti ES, ið boykottaði Føroyar. Tí hevur Barnaútvarpið seinastu vikuna varpað ljós á børn og mál, og í kvøld er pallborðsfundur um evnið á skúlanum við Løgmannabreyt. Nógvir lærarar leggja til merkis, at serliga enskt hevur árin á málið hjá børnunum, millum annað teir, sum hava enskt við næmingunum í 5.B í Sankta Frans skúla. Tú tekur eitt tons av træi og bátaseymi, og leggur tú tilfarið aftrat lærdómi frá forfedrunum, fært tú ein bát til tjúgu árar. Men søgan um snekkjuna, ið verður smíðað til víkingagarðin í Kvívík, er eisini eitt sindur sorgblíð. Báturin er helst tann seinasti hjá Kaj Hammer, ið eisini gjørdi teinæringin Royð. Talan er um eina flogoyggj, ið skal kunna taka ímóti heimsins størstu flogførum, so stórar nøgdir av feskum fiskavørum kunnu koma á marknaðinum eftir fáum tímum og fáa besta prísin. Flogoyggin skal sjálvsagt eisini taka ímóti ferðafólka flogførum, oyggin fer at hava fýra innflugvingar møguleikar, og tað fer at geva ein regularitet, ið verður nærum hundrað prosent. Sangirnir verða frumframførdir í sendingini, umframt at Janus millum annað greiðir frá tilveruni sum ungur pápi, fótbóltspælari, lærlingur og sangari. Stundin er komin at leggja kegl og ósemjur um málið tilsíðis og heldur seta út í kortið eina ætlan fyri, hvussu føroyskt mál eisini verður tøkt í samskiftistøknini, tí hetta er tað týdningarmesta stigið í at menna føroyskt mál. Tað var breiða semjan millum luttakararnir á pallborðsfundi um børn og føroyskt mál í skúlanum við Løgmannabreyt, sum Barnaútvarpið hevur tikið stig til. Samstundis ásannaðu tey, at tað ber ikki til at týða alt, sum er, til føroyskt. Gestir við borðið eru Oddfríður Marni Rasmussen, lærari, Katrin Bjarnadóttir, námsfrøðingur og taluráðgevi, Vár í Ólavsstovu, móðirmálsfrálærufrøðingur, Katrin Petersen, foreldur og Høgni Reistrup, miðlafrøðingur. 2. partur av bókini EIturkoppaprinsessan. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2014. Ingun Christensen skrivaði og Eyð Matras lesur. Kommunuætlanin hjá býráðnum í Havn um næstu 15 árini skal ikki bara vera grundarlag fyri vøkstri í Tórshavnar kommunu, men í øllum landinum. Til ber at síggja ætlanina á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu. Har sæst eisini, hvar pappírsútgávan av ætlanini liggur frammi. Landskassin rindaði 15 milliónir krónur meira í rentum í fjør enn játtað varð í fíggjarlógini. Og hann fekk 23 milliónir minni enn væntað í rentuinntøkum. Sambært fíggjarlógini fyri 2013 skuldi landskassin rinda 122 milliónir krónur í rentum í fjør, men talið endaði á 137 milliónum sambært frágreiðing um frávik millum játtan og nýtslu í fíggjarárinum 2013, sum løgtingsgrannskoðararnir hava fingið frá Landsgrannskoðanini. Sambært landsstýrismanninum í fíggjarmálum eru orsakirnar óvissan, tí Landsbankin varð niðurlagdur, og størri lántøka enn mett fyri at tryggja tøkt gjaldføri til seinni lánsendurfígging. Rentur av innistandandi vóru nógv minni enn væntað í fíggjarlógini. Í fíggjarlógini varð roknað við 54 milliónum, men úrslitið bleiv slakar 23 milliónir krónur minni. Eisini her er óvissan um Landsbankan orsøkin, men Fíggjarmálaráðið metti eisini, at rentustigið fór at hækka í 2013 við samsvarandi kursbroyting, men tað hendi ikki. Talan er í høvuðsheitum um játtanir, har sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum heldur heimild er at hava inntøkur bygdar á metingar, sum skulu vera so neyvar og veruleikakendar sum gjørligt. Men Landsgrannskoðanin er ikki samd við landsstýrismannin. Landsgrannskoðanin dugur ikki at síggja, hvar heimild er fyri tulkingini hjá landsstýrismanninum. Men Suðuroyar sjúkrahús skal ikki rinda endurgjald, hóast danska Sjúklingakærunevndin einmælt avgjørdi og Rættarlæknaráðið segði tað sama at yvirlæknin, sum viðgjørdi mannin, ikki gjørdi sítt arbeiði til lítar. Føroya rættur segði, at tað er ikki prógvað, at maðurin var sloppin undan at missa armin, um yvirlæknin stívliga eitt ár frammanundan setti armin undir regluligt eftirlit. Maðurin vildi hava dómsvaldið at geva sær viðhald í, at vantandi eftirlitið hjá yvirlæknanum á Tvøroyri var orsøkin til, at hann misti undirarmin. Og tí eigur sjúkrahúsið at bøta fyri tað og rinda honum endurgjald. Í fyrstu sending verður tosað um bygdina Vatnsoyrar og grannalag, krígsminni, samferðsluumstøður seinastu øldina eins og staðarnøvn og sagnir framvið Vatninum. Í øðrum parti heldur ferðin fram framvið landinum sørvágsmegin og farið verður upp á land við Bøsdalafoss úti í Oyrum at skoða ta serligu náturuna. Í øðrum parti heldur ferðin fram framvið landinum sørvágsmegin og farið verður upp á land við Bøsdalafoss úti í Oyrum at skoða ta serligu náturuna. Tað, at Atlantic Airways í stóran mun hevur lækkað prísin og flýgur longri til eitt nú Barcelona, sær út til at hava havt eina jaliga ávirkan á eftirspurningin og ferðsluna, umframt at oljuvirksemi í summar hevur givið nakað av sær, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri á Vága Floghavn. Eisini hevur 2014 verið merkt av stórum vøkstri í talinum av øðrum flogførum, frá øðrum flogfeløgum. Hesi hava verið til nýtt sonevndar ad hoc leigutúrar av føroyskum og útlendskum veitarum serliga til leigutúruar í samband við manningarskifti og annað. Higartil í ár er reglusemið á flogvøllinum 99,3 prosent. Hetta merkir, at 99,3 prosent av flogførunum eru komin og farin við einari seinking, ið er minni enn eitt korter. Til samanberingar var reglusemið í 2008 96,6 prosent. Orsøkin til lutfalsligu fáu seinkingarnar og avlýsingarnar er, at flogbreytin er útbygd, nýggj innflúgvingartól og nýggjar ljósmastrar eru settar upp. Eisini RNP tøknin hjá Atlantic Airways hevur bøtt munandi um reglusemið, sigur Vága Floghavn í skrivi. Tær grundleggjandi umstøðurnar eiga at vera í lagi siga Jógvan Í Dímun Højgaard formaður í næmingaráðnum, og Kristina Clementsen limur fyri starvsnevndina í Stundentaskúlanum í Hoydølum. Á einum kjakfundi í seinastu viku sum Meginfelag teirra Brekaðu skipaðu fyri kom fram, at nógvir næmingar í Hoydølum hava stórar trupulleikar at dragast við. Jógvan í Dímun Højgaard, sum er formaður í næmingaráðnum í Hoydølum og Kristina Clemtentsen limur í samstarvsnevndini vitjaðu okkum í Góðan morgun Føroyar í morgun. Búskaparligu avbjóðingarnar í Føroyum og Grønlandi er stórar. Útreiðslurnar fara at vaksa, og tørvur er á fleiri inntøkum. Eini er neyðugt við nýskipanum. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, og Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, vóru eisini staddir á Christiansborg, tá fólkatingið varð sett fyrrapartin. Meirvirðisgjaldið gav 155 milliónir krónur minni í 2013 enn ásett var í fíggjarlógini. Landskassin fekk eina milliard og 165 milliónir krónur í meirvirðisgjaldi. Fíggjarmálaráðið metti eisini skeivt, tá inntøkuskatturin var settur í fíggjarlógina. Landið fekk 56 milliónir krónur minni í skatti. Makrelur og sild góvu 32 milliónir krónur meira. Ætlanin var at fáa 107 milliónir krónur í tilfeingisgjaldi í landskassan. Tá avtornaði komu 139 milliónir í kassan. Løgtingið hevur samtykt, at Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, skal svara einum fyrispurningi frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni úr Tjóðveldi, um Elektron. Hann spyr, hvussu fíggjarliga støðan er hjá Elektron, og hvørji útlitini eru fyri inntøkum, virksemi og arbeiðsplássum hjá fyritøkuni næstu árini. Høgni Hoydal vísir á, at fimm ferðir síðani 2004 hevur løgtingið felt uppskot um at steðga flytingini av KT virkseminum hjá peningastovnunum og peningaviðurskiftunum hjá øllum føroyingum. Nú áttu øll sæð, hvørjar avleiðingarnar eru, at peningastovnarnir sluppu at flyta sínar skipanir til eitt felag uttanlands, Skandinavisk Data Central, SDC, sigur hann í viðmerkingunum til fyrispurningin. Henrik Old úr Javnaðarflokkinum vil hava at vita frá Johan Dahl, landsstýrismanni, hví fyrrverandi leiðslan á Strandferðsluni ikki fekk heimild at hækka ferðaseðlaprísin ella lækka túratalið hjá strandfaraskipunum. Henrik Old spyr eisini, hvørji viðurskifti er broytt soleiðis, at núverandi leiðslan á Strandferðsluni fær boð um at skerja rutuna hjá Smyrli, sum frammanundan hevur fæst túrar og mesta flutningin. Henrik Old sigur seg undrast á, um orsøkin til, at túratalið hjá Smyrli fyri aðru ferð verður skert í hesum samgonguskeiðnum, er, at einki løgtingsumboð fyri Suðuroynna í løtuni situr í samgonguni. Orðaskiftið um málsligu menningina hjá børnum í talgilda heiminum, sum pallborðsfundur eisini var um í gjárkvøldið, hevur nú við sær, at málið verður reist í tinginum. Javnaðarflokkurin hevur borið eitt uppskot til samtyktar í løgtingið, har heitt verður á landsstýrismannin í mentamálum um at koma við einari frágreiðing um tiltøk, sum kunnu stimbra málsligu menningina hjá børnum. Rigmor Dam, løgtingskvinna, sigur í viðmerkingunum til uppskotið, at føroysk børn fáa bara tilfar á føroyskum, um hetta verður raðfest. Hon heldur, at á pallborðsfundinum í gjárkvøldið komu fleiri góð hugskot um, hvussu tað ber til at stimbra málsligu menningina hjá børnum, og hesi hugskot eiga at verða tikin við í frágreiðingina. Heildarætlanin skal eisini koma við uppskoti um, hvussu søkjast kann um stuðul til tiltøk og at framleiða tilfar, sum stimbra málsligu menningina hjá børnum. Í samband við útgávuna verður tiltak í Tjóðsavninum í Brekkutúni í Hoyvík hósdagin, har Sjúrður Hammer greiðir frá um ringmerkingum í 100 ár, og Kasper Thorup um ringmerking í dag og Janus Hansen um ringmerking í Føroyum. Bókin, ið er á donskum, eitur Færøsk Trækfugleatlas, og tað eru Sjúrður Hammer, Jesper J. Madsen, Jens Kjeld Jensen, Kjeld T. Pedersen, Dorete Bloch og Kasper Thorup, sum hava lagt atlassið til rættis. Útgevari er Fróðskapur. Breið politisk semja er um, at fiskivinnan skal nýskipast, men ósemja er um, hvussu semjan skal gerast, og tí er lítið, sum bendir á, at fiskivinnan fær skipaði viðurskifti og tryggar karmar, soleiðis sum bæði politiski myndugleikin og vinnan hava eftirlýst. Glyvursnes, Neshagi, Nólsoy, Svínoy og Søltuvík. Boðini uppá hvar ein flogvøllur átti at verið, um hann ikki var í Vágum ella aftrat flogvøllinum har, hava verið nógv. Hósdagin verður enn ein verkætlan almannakunngjørd hesaferð um ein flogvøll á eini oyggj, sum skal gerast í Tangafirði. Her kemur eitt afturlit. SEV kannar nú møguleikarnar at gera eina vindmyllulund á Eiði. Fyrsta stigið verður at flyta eina av gomlu vindmyllunum úr Neshaga til Eiðis. Bárður á Steig Nielsen fanst í dag hvassliga at síni egnu samgongu, at hon ikki enn var samd um fiskivinnu nýskipanina, sum skal koma í gildi í 2018. Tað var undir viðgerðini av fíggjarlógaruppskotinum í Løgtinginum fyrrapartin, at formaðurin í Fíggjarnevndini minti samgonguna á, at góð trý ár eru eftir til 1. januar 2018, tá nýskipanin skal koma í gildi og bert eitt gott ár er eftir av hesum valskeiðnum. Skulu vit hava eina loysn klára innan trý ár, mugu vit taka okkum saman og avgreiða málið, helst í hesum valskeiðnum og saman við andstøðuni, segði Bárður á Steig Nielsen. Verandi skipan skal ikki halda fram eftir 1. januar 2018, tí onnur eiga at sleppa fram at tilfeinginum og teimum virðum, har eru, segði formaðurin í Fíggjarnevndini. Situr onkur við einum góðum hugskoti, má viðkomandi sleppa fram at og fáa seg royndan, og tað er sera trupult í dag, tí rættindini eru á fáum hondum, segði Bárður Nielsen. Tað er ongantíð ov skjótt at fáa løðistøðir til elbilar í Føroyum. Tí eigur løgtingið longu í ár at játta eina millión krónur til slíkar støðir, har sum bilar kunnu fáa streym. Bjørt Samuelsen í Tjóðveldi hevur lagt fram uppskot um eykajáttanarlóg, so Fiskimálaráðið fær eina millión krónur til stuðul til løðistøðir á kontuna, sum eitur umhvørvið. Á vári í 2008 samtykti løgtingið, at bilar, sum burturav brúka el ella vetni, í nøkur ár skuldu sleppa undan nøkrum avgjøldum, sum annars eru løgd á bilar. Bjørt Samuelsen vísir eisini til ársfrágreiðing hjá Jarðfeingi, sum sigur, at næsta ár kunnu okkurt um tíggju gigawatttímar av elorku fara fyri skeytið, verður einki gjørt fyri at fáa hesa orkuna til høldar. Hans Gammeltoft Hansen, sum kannar málið um privata Eysturoyartunnilin fyri løgtingið, hevur biðið Kára P. Højgaard og Kaj Leo Holm Johannesen, sum verða kannaðir, og hini, sum eru spurd um málið, um at seta kross í álmanakkan 1. og 2.desember. Møguliga skulu tey hava fleiri spurningar frá kanningartoyminum. Verður neyðugt at spyrja meira, verður tað í Dómhúsinum í Havn 1. og 2.desember. Ætlanin var eisini at spyrja Rune Bro Róin, stjóra í Copenhagen Infrastructure Partners, og Kurt Bardeleben, advokat, sum var ráðgevi hjá Innlendismálaráðnum, um teir kunnu svara spurningum frá kanningarstjóranum. 3. partur av bókini EIturkoppaprinsessan. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2014. Ingun Christensen skrivaði og Eyð Matras lesur. Síðan 1. februar hevur Beinir búð í Alicante í Spania saman við familjuni. Og eftir eitt hálvt ár í sponskum skúla og eina langa summarferiu dugir Beinir væl spanskt. Tónleikurin er sjálvandi fluttur við til Spania, og Beinir hevur saman við bróðrinum Rana havt nakrar tónleikaframførslur í Alicante. Beinir hevur eisini smíðað okkurt nýtt lag, men størsta uppgávan í summar hevur verið at umsett Sápubløðruna til spanskt, og tikið upp nýtt sjónbandalag í sponskum summarveðrið. Arbeiðið er nú liðugt og seinasta fríggjadag varð Burbuja de jabón løgd á Youtube. Spanska sápubløðran skal eisini brúkast til at finna út av, um áhugi er fyri tónleikinum hjá Beinir í Spania. Spennandi verður at síggja, hvussu langt sápubløðurnar hjá Beinir fara at flúgva í heitu sponsku heystarluftini. Føroya Handverksmeistarafelag eftirlýsir krøv um fakligar førleikar hjá teimum, sum skulu standa fyri bygging eftir nýggju byggireglugerðini, sum kemur í gildi á nýggjárinum. Felagið sigur seg vita, at heimild er ikki í verandi byggilóg fyri at seta slík krøv. Felagið heitir tí á Fiskimálaráðið um at virka fyri, at slík heimild at seta førleikakrøv fæst. Handverksmeistarafelagið mælir eisini til, at kunngerðin um byggi reglugerðina ikki kemur í gildi longu 1.januar men 1.juli næsta ár, so kommunur og byggifeløg fáa stundir at fyrireika seg til nýggju krøvini. Føroya Handverksmeistarafelag vil harafturat hava Fiskimálaráðið at kanna, um til ber at lúka orkukrøvini í reglugerðini á meira kostnaðareffektivan hátt við ásetingum um tættleika, so slakast kann í krøvunum um bjálving. Einki skip er afturhildið í ár, tí trygdin var ikki í lagi. Í fjør vórðu tvey skip undir føroyskum flaggi afturhildin í útlendskari havn, upplýsir Sjóvinnustýrið. Av tí at so nógvar viðmerkingar um frávik ella brek vóru í fjør, setti Sjóvinnustýrið sær fyri at fáa tølini niður. Og tað tykist at fara at eydnast, tá árið 2014 er liðugt, sambært tíðindaskrivi hjá Sjóvinnustýrinum. 12 viðmerkingar vóru um trygdarútgerð og 12 um trygdina í sambandi við navigering, so sum fullfíggjaðar siglingarætlanir og dagførd sjókort. Paris MoU, felagsskapurin, sum ger ófráboðað eftirlit á skipum, tá tey koma í havn hjá limalondunum, kannar í løtuni skeivar skrásetingar av arbeiðstíðum og hvílitíðum. Finska løgreglan handtók í gjár tríggjar persónar, sum eru skuldsettir fyri at skipa fyri yvirgangsatsóknum í útlondum, skriva finskir fjølmiðlar. Talan er um finskar ríkisborgarar, og teir eru skuldsettir fyri at hava tikið lut í virksmeinum hjá vápnaðum bólkum úti í heimi. Finskir fjølmiðlar skriva, at málið hevur samband við Sýria og víðgongdar felagsskapin, Islamskur Statur, stytt IS. Og løgreglan í London handtók í gjár fýra menn, sum eru 20 og 21 ára gamlir. Illgruni er um, at teir fyrireikaða og setta í verk yvirgangsatsóknir. Fyrra hálvár í ár hevur bretska løgreglan framt 69 handtøkur í sambandi við stríðið í Sýria, og tað er fimm ferðir fleiri enn í fjør, skrivar Ritzau. Finnur Koba ringdi til kenda føroyska útisetan í Keypmannahavn at frætta nærri og til eitt prát um millum annað leiklutin hjá Føroyingahúsinum í nýggju globaliseraðu tíðini. Niels Olaf Eyvindsson hevur eisini royndir í kommunalpolitikki. Hann var varaborgarstjóri í hvalbiar Sóknar Kommunu frá 2009 til 2012. Leygardagin verður skemtileikurin hjá Dairo Fo, Vit eiga ikki eitt oyra Vit lata ikki eitt oyra , framførdur í Sjónleikarhúsinum. Finnur Koba hitti Hans Tórgarð, leikstjóra. Spenningurin er enn stórur um føroyameistarastríðið í bestu mansdeildini í fótbólti í Føroyum. Tó er spenningurin um triðja plássið, niðurflyting og uppflyting av. NSÍ eigur í løtuni fjórða plássið, sum í ár gevur luttøku í evropeisku kappingini. Men enn hava bæði EB Streymur og KÍ ein møguleika at røkka fjórða plássinum. Eyðun Samuelsen, sum er erka HBari vitjaði í útvarpsstovuni í morgun. Hann tók samanum uppflytararnar, niðurflytararnar, evropeisku plássini og sjálvandi stríðið um føroyameistaraheitið. Hóast handilin Id Møblar seinastu árini er kosin at vera Ársins Handil heili seks ferðir, hevur ikki altíð gingist handlinum so væl. Eg minnist enn, hvussu sperd vit vóru fíggjarliga, og hvussu mannminkandi eg kendi tað at vera noyddur at selja jólatrø fyri at fáa pengar til tey neyðturviligu tingini, sigur Birgir Andreasen. Í undankappingini til HM í Brasil fekk Norðurírland bara javnleik á heimavølli móti Aserbadjan og Luksemburg. Norðurírland tapti útidystirnar. Gunnar Nielsen vísir eisini á, at Føroyar tvær ferðir hava fingið javnleik móti Norðurírlandi. 1 1 í Belfast í 1991 og 1 1 á Toftum í 2010. Norðurírsku fótbóltsfjeppararnir eru bjartskygdir undan dystinum móti Føroyum. Hendan undankappingin byrjaði sera væl hjá teimum, tí teir vunnu 2 1 á Ungarn í Budapest í fyrsta dystinum. Gunnar Nielsen viðurkennir, at nakað serligt skal til, um Føroyar skulu vinna á Norðurírlandi, men allir leikararnir hava júst tað endamálið við hesum dystinum. Heiðurslønin verður latin annaðhvørt ár fyri verk, sum núlivandi komponistur hevur skrivað, og annaðhvørt ár fær ein bólkur heiðurslønina. Sjálvur sigur Tróndur Bogason soleiðis um innstillingina Partafelagið Líraberg hevur kært Fiskimálaráðið til Løgtingsins Umboðsmann fyri ófullfíggjað svar, ófullfíggjaðar grundgevingar og seinføri í fyrispurningi um alment innlit. Talan er um fleiri veiðuloyvir sum nótaskip fekk í 2012. Fiskimálaráðið sigur seg ikki føra serstøk yvirlit yvir, hvørji veiðuloyvi eru skrivað ávísum skipum, og tí kann partafelagið Líraberg ikki fáa nakað yvirlit. Partafelagið Líraberg hevur stevnt Fiskimálaráðnum fyri ikki at hava umsitið lógina um vinnuligan fiskiskap rætt. Tað málið kemur fyri í rættinum um nakrar vikur. Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur svarað Vinnumálaráðnum, at tað hevur ongar viðmerkingar um uppskotið at broyta lógina um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing. Skipanin ger millum annað, at Arbeiðsgevarafelagið hevur fólk í stýrinum fyri ALS. Og stýrið eigur broytingarnar, sum Vinnumálaráðið skjótt fer at lata løgtinginum. Við tí vitan, vit hava í dag, verður hildið, at Ebola bert smittar, um tú fær kroppsveskur frá einum smittaðum persóni í eitt sár, stingur teg av eini nál við blóði frá einum smittaðum persóni ella um kroppsveska frá smittaðum persóni á annan hátt kemur í eitt op hjá einum frískum persóni. Tá sjúklingurin verður meira ússaligur hevur tað ofta við sær, at hann spýr, bløðir og hevur leyst lív, og tá er smittuvandin nógv størri, tí vandi er fyri, at tey, sum varða av sjúklinginum koma í samband við kroppsveskur hjá viðkomandi. Tá kann tað hava týdning, ikki at vit ikki hava eina isolatiónsstovu við slúsum, sum hava regulerað lufttrýst. William Smith, sum er smittuverjuserfrøðingur og er partur av einum toymi, sum leggur føroysku Ebola tilbúgvingina til rættis. Rætta útgerðin er avgerandi fyri, hvørja viðger landssjúkrahúsið kann veita. Shahin Gaini er yvirlækni í infektiónsmedisini, og er somuleiðis partur av tí toymi, sum skal gera okkum til reiðar at handfara Ebola sjúklingar. Hann greiðir frá, at nógv bendir á, at møguleikarnir fyri at yvirliva Ebola eru størri, um tú fær viðgerð í vesturheiminum. Hetta er tó ikki ein viðgerð, sum er ti taks Føroyum. Í danska ríkinum, eru bara Skejby Sygehus í rhus og Hvidovre Hospital, sum hava isolatiónsstovur við slúsum, og ætlanin er, at allir sjúklingar í Danska kongaríkinum verða fluttir til Skejby ella Hvidore Hospital, um Ebola verður staðfest. Formaðurin í Miðflokkinum segði undir fíggjarlógarviðgerðini í dag, at fyri tað um landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ikki hevur so stóran áhuga fyri øllum hugskotum, sum hann hevur biðið um, eigur løgtingið at sleppa at taka støðu til hesi hugskot. Fleiri ungar kvinnur enn ungir menn í Føroyum hava hægri útbúgving. Hetta eru tey í aldursbólkinum 25 til 34 ár. Fyri fyrstu ferð síðani 1977 vita vit nú, hvørjar útbúgvingar, føroyingar hava. Ein av spurningunum í fólkateljingini, Manntal, ið var 11. november 2011, snúði seg um útbúgving. Fólk vórðu spurd, hvør teirra hægsta útbúgving er. Í aldursbólkinum 25 til 64 ár hevur ein stórur triðingur, 35 prosent, miðhøga útbúgving, eitt nú á bachelorstigi, ella hægri útbúgving, master ella kandidatútbúgving. 23 prosent av teimum 25 til 64 ára gomlu høvdu bara fólkaskúlan at vísa á. Stjórin í grønlendska arbeiðsgevarafelagnum, Brian Buus Pedersen, og nevndarformaðurin, Henrik Leth, heita á floksformenninar um ikki at lova ov nógv í valstríðnum. Teir stúra fyri búskaparligu støðuni í Grønlandi og vísa á, at ráevnisævintýrið er ikki komið enn. Fleiri leiðandi politikkarar hava nevnt, at neyðugt er við einum breiðum politiskum samstarvi eftir valið, og tað taka arbeiðsgevararnir undir við. Grønland er so tætt við at fara út av eggini búskaparliga, at bara eitt breitt samstarv um nýskipanir og endurreisingarpolitikk kanna tryggja vælferðina og størri sosialan javnað, siga stjórin og nevndarformaðurin í Arbeiðsgevarafelagnum. Teir ávara eisini um, hvar veljarin setur krossin 28. november. Tað er ábyrgd veljarans, at nývalda landstingið verður mannað við politikarum, sum hava landspolitiskan sjónarring, vilja og evni at fremja neyðugu nýskipanirnar, sum verður eitt trygt politiskt og búskaparliga fyri alt landið, sigur leiðslan í grønlendska arbeiðsgevarafelagnum. Norðmenn, sum hava eina meðalinntøku, kunnu vænta sær 1600 krónur í skattalætta næsta ár, men tey, sum forvinna meiri enn tvær milliónir krónur um árið, fáa størsta skattalættan, skrivar NRK. Sambært fíggjarlógaruppskotinum, sum stjórnin legði fyri Stórtingið í dag, fáa fólk, sum forvinna 150.000 krónur, 500 krónur í skattalætta. Tey, sum forvinna meiri enn tvær milliónir, fáa 38.400 krónur minni í skatti. Stjórnin ætlar at nýta 164 milliardir krónur úr oljugrunninum, sum eigur 5.000 milliardir krónur, sambært uppskotinum. Tað eru trý prosent meiri enn í fjør, og tað er fyrstu ferð, at meiri enn 150 milliardir krónur verða nýttar úr oljugrunninum í einum ári. Tá fíggjarlógin var til viðgerðar, heitti hann á samgonguna um at loysa málið, tí ein fiskivinnutjóð eigur at hava eitt havrannsóknarskip. Ymsar loysnir hava verið nevndar bæði almennar og privatar, men Rodmundur Nielsen sigur seg ivast í loysnini, har tað almenna leigar eitt havrannsóknarskip, sum privatir eiga. Tað verður tógvið stríð at fáa útlendskar KT fyritøkur sum Apple og Microsoft at seta føroyskt mál inn á fartelefonir og telduskipanir, men verður hetta tikið upp á politiskum stigi, so kann tað kanska lata seg gera, sigur Christian Nagata. Hoyr hann kjakast í Radaranum við Bjørn Kalsø, landsstýrismann í mentamálum og Gunvør Balle, tingkvinnu, um føroyskt mál í netrúminum. Kringvarpið átti at lagt størri orku í at fáa rættindi til at leggja týtt barnatilfar út á heimsíðuna, heldur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður. Kringvarpið hevur millum 12.000 og 15.000 minuttir av filmum og sendingum í savninum, sum tað ikki hevur rættindi at leggja á netið. Kringvarpið hevur ikki arbeiðsorku at samráðast um loyvi at leggja sendingarnar út, sigur Dia Midjord, stjóri í Kringvarpinum. 4. partur av bókini EIturkoppaprinsessan. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2014. Ingun Christensen skrivaði og Eyð Matras lesur. Í starvsbólkinum umsorgan eru millum annað heilsurøktarar, heimahjálp, hjálparfólk á stovnum, sjúkrarøktarfrøðingar á stovnum og námsfrøðingar á stovnum. Tey, sum arbeiða hjá Heilsuverkinum, eru í bólkinum heilsustarvsfólk . Tey eru 900 í tali. Eisini har eru kvinnurnar í stórum meirluta, tær eru 87 prosent. Mannfólkini eru flest í bólkinum, sum eitur tøkningar í vísindum, verkfrøði, skips og loftferðslu. Í hesum bólki eru millum annað yvirmenn á skipum, byggifrøðingar, maskinmeistarar og flogskiparar. Ongar tingingar um íslendskan limaskap í ES hava verið síðani í mai í fjør, tá nývalda íslendska stjórnin avgjørdi at steðga við samráðingunum um treytirnar fyri limaskap. Lond, sum hava spurt um limaskap í ES, fáa IPA stuðul til umsiting og undirstøðukervi. Endamálið við stuðlinum er at gera londini betur før fyri at vera við í evropeiska samstarvinum. Tó er eingin avtala við Danmark enn um, hvussu sjúklingar við ebola skulu flytast av landinum til eitt av sjúkrahúsunum í Danmark. Atlantic Petroleum boðar í dag frá at felagið, saman við fyristøðufelagnum á Orlando leiðini, Iona Energy UK Limited Iona , hevur undirskrivað allar neyðugar avtalur við CNR International U.K. Limited, ið er fyristøðufelag á Ninian Central pallinum, viðvíkjandi framleiðsluni úr Orlando útbyggingarleiðini. Atlantic Petroleum eigur 25 av loyvinum, og Iona hini 75 . Útbyggingarætlanin fyri Orlando fevnir um at bora ein 3.000 føtur langan horisontalan brunn út frá áður boraða brunninum 3 3b 13z, ið skal útgerðast við tveimum elektroniskum pumpum. Ein undirsjóvarleiðing og leiðingar til streymveiting og stýring skulu leggjast ímillum brunnin og Ninian Central pallin, ið liggur umleið 10 kilometrar vestanfyri Orlando leiðina. Í besta føri verður mett, at um ársskiftið komandi eru millum 10.000 og 25.000 fólk eru smittað. Í ringasta føri, um einki tamarhald er á støðuni, verða um tríggjar fýra mánaðir millum hálv og 1,4 milliónir tilburðir av sjúkuni, meta serfrøðingar. Í sendingini Við Tórði á túri í Hovi hoyrdu vit 87 ára gamla Johan Mortensen, vanliga nevndur Johan Færing siga frá einum sangi, hann yrkti sum ungur umborð á skipi. Í morgun fara vit at hoyra um serligu hendingina, tá Johan fekk hetta eykanavnið Johan Feyring. Tórður Mikkelsen hevur gjørt samrøðuna. Danska vinnulívið eftirlýsir útlendska arbeiðsmegi, sum hevur góðar førleikar. Men Danmark liggur niðarlaga á listanum, tá útlendingar verða spurdir, hvar teir helst vilja arbeiða. 200.000 fólk í 189 londum eru spurd, og tølini vísa, at Danmark er á 27. plássi. Svøríki og Týskland eru millum tíggju tey best umtóktu londini. Danmark noyðist at marknaðarføra seg betur, tá ið ræður um at fáa útlendingar við góðum arbeiðsførleikum, sigur Mai Britt Poulsen í Boston Consulting Group í Danmark, við Berlingske. Vit eiga at duga betur at greiða frá øllum tí, sum vit hava at bjóða, eitt nú undirstøðukervi og eina góða útbúgvingarskipan. Eisini eiga vit at greiða teimum frá, at Danmark er eitt opið samfelag, sigur Mai Britt Poulsen. Finnur Koba gjørdi samrøðu við stjóran í SEV á Hotel Føroyum ein tíma, áðrenn løgmaður trýsti á knøttin, sum setir tær 13 vindmyllurnar í Húsahaga í gongd. Í bóklinginum verður sagt Ynski mítt var at gera eina erliga og nærverandi fløgu, og hon er tí upptikin, sum var hetta ein konsert. Her er einki snøggað og snákað. Tað menniskjansliga og nakna ljóðið um vit so kunnu siga sleppur at vera tað, tað er. Finnur Koba prátaði við Sjúrð Hammer, fuglafrøðing, um nýggja bók, ið lýsir føroyska ferðafuglin. Har eru nógvar forvitnisligar søgur. Tann 10. oktober heldur Sinnisbati Altjóða Sálarheilsudag í Perluni í Havn, har Siri kemur at greiða frá, hvussu hon er komin fyri seg eftir fleiri árum við svárari sjúku, og hvussu tað ber til at koma seg Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnnumálum, og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hava nú sett gongd á eina ætlan, sum skal talgilda Føroyar. Borgarar og fyritøkur hava krav upp á nútímans tænastur, og heildarætlanin fyri talgildingina skal vera við til at økja kappingarføri, vøkstur og framleidni. Ein týðandi vinningur verður, at almenni geirin kann arbeiða skynsamari og geva rúm fyri avbjóðingum, sum framtíðin hevur við broyttari aldursamanseting og færri fólkum í arbeiðsfjøldini, siga teir báðir landsstýrismenninir. Heildarætlanin fyri talgildingina av Føroyum ber millum annað í sær, at borgarar og virkir skulu kunna samskifta enn meira talgilt við tað almenna, og at tær tænastur hjá tí almenna, sum kunnu, skulu vera tøkar talgilt. Ein grundarsteinur undir talgilda samfelagnum er ein trygg talgild undirskrift, sum bæði almenni geirin, borgarar og vinnan kunnu brúka. Hetta økið er raðfest á fíggjarlógini fyri 2015. Ítøkiligt uppskot verður gjørt til skipan av talgildingini av øllum tí almenna geiranum, við raðfestingum, tíðar og fíggjarætlan fyri arbeiðið, sum skal gerast komandi árini. Lemmavirkið er júst komið á marknaðin við nýggjum, framkomnum pelagiskum trollemmum. Hetta eru fimtu trollemmarnir í røðini, sum virkið Inni á Oyrunum í Vági hevur ment. Fiskimálaráðið og Vørn hava úr at gera við at avgreiða handlar við veiðiloyvum og fiskiskipum. Higartil í ár eru 41 skip seld fyri 552 milliónir krónir til saman, og 20 veiðuloyvi eru flutt millum skip. Ikki øll reiðarí, sum sleppa at fiska makrel, hava skip tøk til at fiska makrelin. Tí keypa tey annað skip í nakrar vikur at fiska makrelin og selja so skipið aftur hagar, tað varð keypt. Patrik Modiano er 69 ára gamal. Hann hevur skrivað fleiri skaldsøgur, sum fara fram undir hersetingini í París, eitt nú skaldsøgan frá 1972, sum á donskum eitur Forstædernes Boulevarder. Í annaðkvøld spæla Føroyar og Norðurírland EM undankappingardyst í Belfast. Føroyski landsliðsvenjarin, veit longu nú, at hann í øllum førum má gera eina broyting á miðvøllinum. Til ber í dag at fáaa arvastrongin lisnan. Men tað er ikki bara, sum at siga tað, tí ein rúgva av spurningum daga undan vil eg vita, hvat er fjalt í mínum byggisteinum og hvussu við mínum børrnum Dragi eg tey uppá tráð, um eg fái at vita, at tey ivaleyst hava arvað ávísar sjúkur Um middagsleitið í dag 9. oktober varð Nobelvirðislønin innan bókmentir 2014 latin 69 ára gamla franska rithøvundanum Patrick Modiano. Hvør er Modiano og var hetta eitt sjálvsagt val Hesar og aðrar spurningar seta vit Jógvani Isaksen, bókmentafrøðingi og rithøvunda. Eisini hitta vit Margretu Næss, sum við sínum slóðbrótandi arbeiði innan ljóðbøkur hevur givið eitt nú sjónveikum og orðblindum atgongd til tey univers, ið bøkurnar innihalda. Eitt arbeiði, sum hon í farnu viku fekk Virðisløn M. A. Jacobsens fyri mentanaravrik fyri. Hon hevur prógv frá Det Danske Musicalakademi og eina Master in Performance úr London, eins og hon í fleiri ár hevur framført og haft stórar leiklutir í sangleikum uttanlands. Vit hitta og hoyra Christinu Elisabeth Mørkøre. Vit spyrja eisini hvussu mentan og list skulu miðlast. Verður hetta gjørt í háfloygdum vendingum tilognað teimum fáu, ella verða list og mentan miðlað soleiðis at heldur fleiri enn færri fáa gagn og gleði av mentanarliga universinum Og skulu mentan og list kanska miðlast øðrvísi enn annað tilfar Hesar og aðrar spurningar viðgerð vælupplagda kjakpanelið, ið er mannað av Ivani Niclasen, mentanarsamskipara í Kringvarpi Føroya, Una Arge, journalisti, kjakara og tónleikara, og Birgir Kruse, ið hevur verið vertur á útvarpsmentanarsendingini Vetrarbreytin eins og hann skrivar um mentan og list á Birkblogg. Løgmaður átti ikki at verið farin til Russlands at tingast um fríhandilsavtalu og øktan útflutning. Og at siga, at hann ikki trýr uppá boykott, er púra burturvið samstundis sum ES londini og USA, ið stuðla Ukreina, boykotta og eru fyri mótboykki úr Russlandi. Tað halda Helle Løvgren úr stjórnarflokkinum, Radikala Vinstra og Finn Sørensen úr Eindarlistanum. Tey siga, at Kaj Leo Holm Johannesen átti at havt ráðført seg við danska uttanríkisráðið. Málið er uttanríkispolitiskt, siga tey. Størsti trupulleikin í málinum um vitjanina hjá løgmanni í Russland er, at vit ikki hava nakran uttanríkispolitik, og tí ikki viðgerða mál politiskt, sum eru í grásonuni millum uttanríkispolitik og handilspolitik. Tað heldur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi. Jákup Mikkelsen, formaður í Uttanlandsnevndini heldur, at vit kunnu koma í óhepnar støður, tí handilssamráðingar við onnur lond eru eisini uttanríkispolitisk sambond. Vindmyllurnar í Húsahaga omanfyri Havnina vóru tiknar í nýtslu í dag. SEV hevur sett sær eina grøna kós, ið skal fáa alla orku at koma frá varandi orkukeldum um fimtan ár í 2030. Løgmaður helt fast um rætt tín at fara til Russlands at gera handilsavtalur hóast atfinningarnar frá donskum politikarum. Tað gjørdi Kaj Leo Holm Johannesen, tá hann var gestur í Degi og Viku. Løgmaður svaraði atfinningum frá tveimum fólkatingslimir teirra Helle Løvgren úr stjórnarflokkinum, Radikala Vinstra, og Finn Sørensen úr Eindarlistanum halda, at Kaj Leo Holm Johannesen átti at hav t sett seg í samband við danska uttanríkisráðið, áðrenn hann fór tli Moskva. Í næstum kemur út bók við forkunnugum myndum av og úr Føroyum, tiknar úr tyrlu. Myndirnar hevur Andreas Mouritsen, tyrluskipari hjá Atlantsflog tikið. 5. partur av bókini EIturkoppaprinsessan. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2014. Ingun Christensen skrivaði og Eyð Matras lesur. Tað var gott lag á lítlu redaktiónini í gamla ReproZ bygningin í vesturbýnum morgunin eftir, at fyrsta útgáva av nýggju Dimmu var prentað. Cecilia Malmstr m úr Svøríki, hon er í Liberala flokkinum har, fer at umsita handilsmálini frá 1.november, og Carlos Moedas úr Portugal, eins og Karmenu Vella er hann sosialdemokratur, verður ES kommisserur í gransking, vísindum og íverksetan. Grundarlagið at býta heildarkvoturnar er ikki tað besta, tí fiskifrøðin mælir til at minka royndina eftir øllum trimum fiskasløgunum. Ein útrokning, sum felagið Nótaskip gjørdi, eftir at ICES læt strandarlondunum tilmæli sítt um uppsjóvarfiskastovnarnar næsta ár, sigur, at makrelkvotan verður góð 40.000 tons minni næsta ár. Og ICES mælir til at svartkjaftakvotan í 2015 verður 840.000 tons, sum eru 30 prosent minni enn kvotan, sum londini samdust um fyri 2014. Í gjár var Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, í Uttanlandsnevndini hjá løgtinginum og ráðførdi seg um norðhavssildina í 2015 og árini eftir 2015. Kvinnur, sum eru svartsjúkar, stúrnar og humørsjúkar eru í størri vanda fyri at menna Alzheimersjúku seinni í lívinum. Tað vísur svensk kanning, sum hevur 40 ár á baki. Tað skrivar forskning.no. Gransking av alzheimer hevur higartil í mestan mun snúð seg um útbúgvin, skaðar í høvdið, ílegur og familjusøgu, har eitt nú gransking hevur víst, at jú betri útbúgvin tú ert, tess minni er møguleikin fyri at fáa demens. Lena Johannsson, ganskari við lærda háskúlan í Gøteborg, sigur í tíðindaskrivi, at persónligheit kann ávirka vandan hjá tí einstaka fyri at fáa demens gjøgnum atburð, lívsstíl ella avleiðingar av stressi. Í nýggju kanningini vórðu 800 kvinnur eygleiddar í 38 ár, frá tí tær gjørdust 46 ára gamlar. Tær vórðu persónskannaðar, fyri at vita, hvussu neurotiskar tær vóru, tað vil siga, um tær lætt gjørdust skakkar, keddar ella stúrnar, um tær skjótt gjørdust svartsjúkar, sjalu og høvdu skiftandi sinnalag, og um tær vóru útvendar ella hular. Eisini varð kannað, hvussu væl minni hjá teimum virkar. Kvinnurnar vórðu eisini spurdar, um tær høvdu upplivað tíðarskeið við stressi, sum vardi ein mánað ella longur í sambandi við arbeiði, heilsu ella familjustøðuna. Kanningin staðfestir, at kvinnurnar, sum skoraðu hægst í kanningini fyri neurotisk trekk, høvdu dupult so stóran møguleika fyri at fáa demens, samanborið við tær, sum skoraðu lægst í kanningini. Avgerðandi fyri, hvussu stórur møguleikin fyri demensi er, hvussu langt tíðarskeið stressið vardi, skrivar forsking.no. Tað heldur Edmund Joensen, fólkatingslimur. Hann segði millum annað soleiðis, tá danska Fólkatingið í gjár viðgjørdi setanarrøðuna hjá danska forsætisráðharranum, Helle Thorning Schmidt Tingsetan hjá fólkatinginum byrjar altíð fyrsta týsdagin í oktober. Malala Yousafzay hevur í fleiri ár stríðst fyri rættinum hjá gentum til útbúgving, og hevur við sínum fyridømi víst, at eisini børn og ung kunnu stríðast fyri at betra um sína støðu. Malala er blivin ein leiðandi rødd fyri rættinum hjá gentum til útbúgving. Indiski Kailash Satyarthi, stovnaði felagsskapin Goodweave, sum stríðist móti barnaarbeiði. Serliga í teppuídnaðinum. Í mong ár hevur Kailash verið frammaliga í stríðnum móti barnaarbeiði, sigur leiðarin av Nobel nevndini, Thorbjørn Jagland. Norðurírland vil spæla seg víðari til EM endaspælið i Fraklandi í 2016, og tí skriva øll bløðini tað sama í dag. Ein sigur á Føroyum er eitt krav. Lurtari skrivar um konuna, sum allatíðina blandar seg uppí, tá hann koyrir. Eitt uppskot er at seta konuna á baksetrið. Gestirnir eru á einum máli um, at her mugu greið boð til, men tey mæla teimum til at tosa um hetta uttan fyri bilin. Hinir spurningarnir snúgva seg um útsýni í Havn, samband millum verforeldur og verbarn og um mammu, sum loypir framav á síðulinjini til ein fótbóltsdyst. Maðurin varð upprunaliga ákærdur fyri í fýra førum at hava framt kynsligan ágang móti gentuna, sum tá, í 2004 og 2005, var yngri enn 15 ár. Allur heimurin verður bundin saman við Føroyar. Tað er slagorðið hjá teimum sum hava arbeitt við at gera eina nýggja floghavn í Tangafirði, suður úr Raktanga. Eina floghavn, sum kann útbyggjast til havn fyri ferðamannaskip og inn og útflutningshavn. Talan verður um at byggja í trimum stigum, og samlaði prísurin er mettur til 5,6 milliardir krónur Jóannes Petersen, arkitektur, sum býr í Danmark, men sum seinnu árini eisini hevur arbeitt í Føroyum, fekk hugskotið, tá hann sá eina av linjuføringunum til Skálafjarðartunnilin. Tá sá hann fyri sær ein møguleika at lata tunnilin fara upp ígjøgnum eina gjørda oyggj omaná Flesjunum Talan er um trý byggistig. Fyrsta byggistig er flogbreyt uppá 3,3 kilometrar við terminali og øðrum fyri 2,4 milliardir krónur Næsta byggistig fevnir um eina flogbreyt aftrat uppá 2,5 kilometrar, við størri parkeringsøki og øðrum útbúnaði, sum fer at kosta 2 milliardir krónur Og triðja byggistig fevnir um størri havnabygging, størri terminal og annan útbúnað fyri 1,2 milliardir krónur Soleiðis sær innflúgvingin út. Frágreiðingin frá kinesisku eftirltisvitjanini í Føroyum í juni er nú komin. Kinesiska sendinevdin kom til Føroya fyri at skoða føroysku eftirlitsskipanina fyri makrel og laks. Vitjað varð á laksavirkinum hjá Bakkafrost í Kollafirði, á alibrúkinum í Gøtuvík, á verksmiðjuskipinum Norðborg og á kanningarstovunum hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Og kinesararnir eru nøgdir við í føroysku skipanina, at hon tryggjar matvørutrygdina og váttanirnar, sum Heilsufrøðiliga ger, í sambandi við útflutning til Kina. Fólk eiga at spyrja heilsumyndugleikarnar í Føroyum fyrst, áðrenn tey fara uttanlands á sjúkrahús, um tey vilja hava møguleikan at fáa viðgerðina endurgoldna. Kærunevndin í almanna og heilsumálum hevur staðfest avgerðina hjá Visitasjónevndini at sýta einum sjúklingi endurgjald fyri útreiðslur í sambandi við viðgerð fyri krabbamein á sjúkrahúsi í Týsklandi. Orsøkin er, at sjúklingurin ikki hevði ávísing frá Visitasjónsnevndini, tá hann fór til Týsklands í fjør. Hann fór av sínum eintingum á týska sjúkrahúsið. Men Kærunevndin í almanna og heilsumálum sigur, at sjúklingurin hevur ikki rætt til endurgjald, tí hann fór til Týsklands uttan ávísing frá heilsuverkinum í Føroyum. Í dag hevði orkestrið kirkjukonsert í St. Ann s Church í Belfast, og fleiri fótbóltsfjepparar nýttu høvið, at njóta eina góða og friðaliga kirkjukonsert. Mánadagin tann 6. oktobur klokkan15.40 doyði ein 33 ára gamal heimleysur maður við Amagerbro metrostatión. Hann doyði eftir, at fýra fólk høvdu roynt at ringt eftir sjúkrabilinum, men til fánýtis. Sjúkrabilurin kom ein knappan hálvan tíma eftir, at ringt varð fyrstu ferð. Og tá ið sjúkrabilurin kom klokkan15.46, var maðurin longu deyður. Hetta hevur elvt til stórt og umfatandi kjak í Danmark, og danir hava eftir hendingina og eisini eftir aðrar líknandi hendingar víst danska heilsuverkinum misálit. Trupulleikin snýr seg serliga um, at maðurin, sum doyði, var heimleysur og var upprunaliga frá Grønnlandi. Hetta hevur givið dønum góðar grundir til at trúgva, at man ger mun á borgarunum. Danska heilsuverkið í Keypmannahavn hevur síðani váttað, at talan er um eina menniskjaliga feilmeting, og tey fara nú undir nærri kanning í ítøkiliga málinum. Eitt er, at eitt slíkt hol í skipanini krevur eitt mannalív. Tað er ein syrgiligur veruleiki. Men ein annar trupulleiki er, at ein av teimum heimleysu á Amagerbro skal doyggja, fyri at samfelagið og fólkið gevur teimum gætur. Danir eru á gosi í løtuni, og tað er væl skilligt, men tað syrgiliga er, at ein av trúføstu alkoholmisnýtarunum við Amagerbro metrostatión skal doyggja, áðrenn samfelgið vísir teimum ans. Um eina viku verður ungi maðurin gloymdur, hinir alkoholmisnýtararnir, sum altíð sita á bonkinum við Amagerbro metrostatión, gerast aftur ósjónligir, og vit spáka frá metroini og heim, sum um einki er hent. Mascot sigldi heim úr íslendskum sjógvi, og var á veg inn á Toftir at landa, tá skipið rendi á ein flúr við Sveip á Kirkjubønesi. Hendingin fór fram nakað eftir klokkan 10 í fyrrakvøldið. Reiðarin á Mascot, Jóhannus Martin Olsen, sigur við Kringvarpið, at manningin merkti, at teir bóru við okkurt, men tað bráðaði ikki frá nakrastaðni, og teir sóu heldur ongan skaða. Teir sigldu tí beint inn á Toftir at landa. Spurdur, hví eingin boðar myndugleikunum frá hesum, sigur Jóhannus Martin Olsen, at tað var ikki neyðugt, tí vandi var ikki á ferð. Reiðaríið hevur tó boðað Tryggingini og Norsk Veritas frá óhappinum. Listasavnið í Gundadali, Sjósavnið á Argjum og Tjóðsavnið í Brekkutúni í Hoyvík eru opin fyri børnum, ungum og vaksnum mánadagin til og við fríggjadagin frá klokkan 11 til 16. Tað er ókeypis at koma til savnsfagnaðinum, tó undantikið á Sjósavnið, har kostar tað 10 krónur fyri tey sum eru millum 5 og 14 ára gomul, og 20 fyri vaksin. Suðurkoreiska verjumálaráðið váttar eisini tíðindini, men tað er ógreitt, um nakar hevur latið lív av skotunum, upplýsur suðurkoreiska tíðindastovan, Yonhap. Hildið verður, at orsøkin er eitt átak, har ein felagsskapur í Suðurkorea í dag sendi ballónir við faldarum tvørtum um markið og inn í Norðurkorea. Hetta hendir samstundis sum fólk og fjølmiðlar undrast á, hvar norðurkoreiski leiðarin, Kim Jong un er. Einaræðisharrin hevur ikki verið at sæð síðani hann var til eina konsert í Pyong yang triðja september. Kim Jong un var heldur ikki til staðar til hátíðarhaldið í dag í sambandi við at norðurkoresiki Arbeiðaraflokkurin fyri 69 árum síðani varð stovnaður. Fjølmiðlar í Norður og Suðurkorea hava seinastu tíðina umrøtt vánaligu heilsuna hjá Kim Jong un, eftir at sjónbandaupptøkur hava víst, at hann haltar og nýtir høkju, skrivar Reuters. Ein uppteljing, sum amerikanska tíðindastovan, CNN, hevur gjørt vísir, at í juli var Kim Jong un alment frammi 24 ferðir, í august 16 ferðir, men bara eina ferð í september. Líkt er til at fólkapensjónin, sum vit kenna hana, fer í søguna. Framskrivingar hjá Hagstovuni vísa stórar broytingar í fólkasamansetingini. Tí mælir Búskaparráðið til eina nýskipan og tað taka bæði Aksel V. Johannesen úr Javnaðarflokkinum og Annika Olsen úr Fólkaflokkinum undir við. Tó er semja ikki um, hvussu hetta skal gerast. Samhaldsfestið hevur verið grundarlagið undir norðurlendsku vælferðarsamfeløgunum, men broytingar í fólkasamansetingini og tað, at fólk gerast eldri ger, at tað nú er neyðugt at endurskoða, um samfelagið skal hava sama leiklut sum í tríatiárunum og frameftir, tá fólkapensiónin gjørdist av súlunum í samfelagum fyri øll. Skurðurin í ár er væl betri enn í fjør, og vektin er yvir meðal. Tað hoyrist fleiri staðni, nú tað mesta er flett, og tøl hjá Búnaðarstovuni siga tað sama. Hetta er triðja árið, Búnaðarstovan skrásetir vekt hjá lombunum úr Heygshaga í Kollafirði. Og í ár vigaðu tey væl meira enn í fjør, bæði livandi og flett. Avgerð er nú tikin um, at nýggja tjóðleikhús Føroya skal byggjast á Skálatrøð í havn. Byggi og býarskipanarnevndin hjá Tórshavnar býráð er samd um staðsetingina, og nú er upp til landsmyndugleikarnar at fullfíggja ætlanina. Føroyski landsliðs málverjin, Gunnar Nielsen, hevur ongan dyst spælt fyri lið sítt, Motherwell, í fleiri mánaðir, tí venjarin velur annan málverja fram um Gunnar. Hann heldur seg tó vera nóg væl fyri at verja málið í leygarkvøldið, tá Føroyar spæla EM undankappingardyst móti Norðurírlandi í Belfast. Norðurírar duga at spæla fótbólt, um teir fáa stundir og pláss til tess, minnir landsliðsvenjarin á. Hetta verður ein harður dystur við nógvum takklingum og høgari ferð. Dysturin verður vístur í sjónvarpinum klokkan 19.30 Bókin er í 11 pørtum. Eyð Berghamar Jacobsen lesur. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2013. Bókin Lat eisini meg er nýggj upprunaføroysk bók um happing. Ein hjartanemandi søga um at kenna seg uttanfyri Halldóra Dam hevur skrivað bókina, sum eisini er fyrsta bók úr hennara hondum. Bókin er um gentuna Drós, sum verður illa happað í flokkinum. Hvør einasti dagur er eitt satt stríð at koma ígjøgnum, tí hon veit ongantíð, hvat hon kann vænta sær. Drós gongur einsamøll við hesum, ongin veit av nøkrum uttan sjálvandi happararnir. Men so ein dagin kemur Rita at ganga í flokki saman við Drós, og tá fer knappliga okkurt at henda, tí Rita ræðist ikki, hvat onnur halda, at ein eigur at gera. Hon hevur sín egna vilja, og hon vil vera saman við Drós, tí henni dámar hana Hetta er ein bók beint úr gerandisdegnum og lýsir eitt fyibrigdi, sum nógv børn tíverri kenna aftur. Bókin er serliga væl egnað til tey 9 til 12 ára gomlu. Hon er 96 bls., og unga Bjørk Jónheðinsdóttir Tróndheim hevur gjørt permuna. Treytirnar vóru, at eingin skuldi roykja í flokkinum í ein mánað. Hetta eydnaðist fyri 42 flokkar, sum luku treytirnar, ið settar vórðu. Hesir 42 flokkarnir telja 871 næmingar sigur Fólkaheilsuráðið. Talið av skúlaflokkum veksur á hvørjum ári. Í fjør vóru 53 flokkar við í kappingini og fyrraárið 32, Sigur Fólkaheilsuráðið í tíðindaskrivi. Ein av móttakarunum er úr Pakistan og hin úr India, ein trýr á hindu og ein á islam. Hetta er ein boðskapur til fólkið, ein boðskapur um kærleika ímillum Pakistan og India, og ímillum ymiskir átrúnaðir. Vit mugu stuðla hvørjum øðrum, og tað er líkamikið hvønn húðarlit tú hevur, hvat mál tú tosar og hvørja trúgv tú trýr á. Vit mugu taka atlit til hvønn annan sum menniskju, og virða hvønn annan og stríðast fyri okkara rættindum. Soleðis byrjar Malala Yousafzai sína røðu á Nobel tíðindafundinum. Hon er fyrsti pakistani sum móttekur eina nobel friðarheiðursløn, og fyrsta unga kvinna. Í fyrstu sendingini hitta vit millum annað ein vinnulívsmann, sum umsitur sína ogn heldur øðrvísi, og onnur prát fara at snúgva seg um alkoholismu og kynsligan ágang. Tað eru príslækkingar í nýtslubólkinum býli, sum hava ávirkað brúkaraprístalið mest seinasta árið. Rentan á íbúðalánum er nú 19,7 prosent minni enn fyri einum ári síðan, og samanlagt er býliskostnaðurin farin 6,3 prosent niður. Lars Olsen og Jóannes Jakobsen hava gjørt tríggjar broytingar. Broytingarnar frá seinasta dysti, sum var móti Finnlandi eru at Jóan Símun Edmundson, Atli Gregersen og Pól Jóhannus Justinussen eru millum teir fyrstu ellivu. Jóan Símun Edmundson byrjaði uttanfyri vøllin móti Finnlandi, men bleiv innskiftur í hálvleikinum. Pól Jóhannus kom ikki inn í dystinum, og Atli Gregersen var ikki úttikin til hópin móti Finnum. 18 føroyskir læknar, sum eru uttanlands í sambandi við serlæknaútbúgving ella í starvi sum serlæknar, hava sent bræv til Karsten, heilsumálaráðharra, har víst verður á stóra misnøgd við ætlanina at stovna eina dialysudeild á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Katrin Olsen, lækni, hevur sent brævið vegna føroysku læknarnar. Í dag góvu The Absent Silver King triðja lagið á nýggju útgávuni S l út. Lagið eitur Toff Talk og videolagið kann síggjast omanfyri. Dysturin var ikki meira enn byrjaður tá Gunnar Nielsen fyrstu ferð sá bóltin liggja aftanfyri seg í málinum. Málið kom eftir eitt hornaspark har Gareth McAuley stóð ódekkaður og setti fótin á bóltin til 1 0. Fleiri hugsaðu ivaleyst at hetta fór at blíva eitt skrædl av teimum allar ringastu. Norður Íraland spældi við høgari ferð og spældu bóltin skjótt millum sín. Teir royndu at spæla breitt, og hetta skapti nógv hol í verjuni hjá Føroyum. Gunnar varð ofta boðsendur, og varð noyddur at leypa í fulla longd og bjarga bóltinum. Eftir 20 minuttir var aftur mál til Norður Írland. Ein bóltur varð innskrúvaður úr vinstru síðu har Kyle Lafferty rann í dýbdina og økti um leiðsluna til 2 0. Føroyski liðskiparin Fróði Benjaminsen fekk gylta møguleikan at loyva Føroyum inn aftur í dystin. Tí eftir 36 minuttir bleiv Jóan Símun Edmundson hálaður niður í brotssteigarfeltinum, og dómarin dømdi brotsspark til Føroyar. Men tíverri fyri okkum, so bleiv hetta ikki umsett til eitt mál. Fróði skeyt í vinstru síðu hjá málverjanum, sum valdi at fara veg og bjargaði royndini hjá Fróða. Tað tað ikki eitt líka skjótt og hart spælandi Norður Írskt lið, sum kom á vøllin til seinna hálvleik. Leikferðin var sett mundandi niður, og samstundis hevði Føroyska liðið rætta uppá ymsar veikleikar frá fyrra hálvleiki. Hetta var so fyrsti útdysturin í hesi EM undankappingini. inntil víðari hava vit 0 stig á stigatalvuni, skorað 1 mál og latið 5 ígjøgnum í tveimum dystum. Eingin føroyingur var millum teirra, sum fingu granskingarpengar, tá Nordisk Cancer Union í gjár býtti seks milliónir til krabbameinsgransking. Aðalnevndin og Vísindanevndin í NCU, Nordisk Cancer Union, høvdu fund í Føroyum í gjár. Á fundinum skuldi tey gera av, hvør skuldi fáa tær umleið 6 milliónir krónurnar, sum verða latnar til krabbameinsgransking í Norðurlondum í ár. Amerikanski verjumálaráðharrin, Chuck Hagel, ávarar um, at stríðið móti yvirgangsfelagsskapinum, IS Islamskur Statur fer at gerast drúgt. Á einum tíðindafundi í gjárkvøldið í Santiago í Chile segði Hagel, at iraksku trygdardeildirnar hava fult tamarhald á Bagdad, men at hersetingin av sýriska býnum Kobane verður ein sera torførur trupulleiki. Bardagarnir um Kobane hava verið harðir síðan miðskeiðis í september. IS hevur hersett partar av býnum, men hevur ikki fingið tamarhald á Kobane enn. Síðan bardagarnir byrjaðu eru í minsta lagi 500 fólk deyð og yvir 200.000 fólk eru flýdd yvir um markið til Turkalands. Fleiri hundrað sivilfólk eru eftir inni í Kobane, og eygleiðarar óttast fyri, at IS myrðir hesi fólkini, um felagsskapurin fær valdið á býnum. Tey sameindu við USA á odda hava gjørt fleiri loftálop á IS í Kobane, men hetta hevur ikki verið nóg mikið at steðga felagsskapinum. Colitis Crohn Føroyar skipar fyri tiltakið í Klaksvík hóskvøldið 16. oktober, klokkan19 har eitt foreldrapar fer at fortelja um, hvussu tað var tá dóttir teirra fekk eina tarmsjúku, og eisini fer Margret Rasmussen úr Rúnavík at fortelja um, hvussu tað er at vera barn og ung við einari tarmsjúku. Í Føroyum eru tað fleiri enn 700 fólk, sum hava fingið staðfest tarmsjúkurnar Colitis ulcerosa ella Morbus Crohn. Føroyar eru so óhepnar at hava heimsmet í tarmsjúkum og verða tað staðfest uml 30 40 nýggir tilburðir árliga. Men dúgliga verður granskað í tarmsjúkunum og eru Føroyar partur av altjóða verkætlan umfatandi eini 23 lond í Europa og Asien. Tiltakið verður í hølunum hjá KBI í Klaksvík hóskvøldið 16. oktober, klokkan19. Møguleiki verður eisini fyri spurningum til tey, sum fortelja aftaná, og eru øll áhugaði hjartaliga vælkomin til tiltakið. Flestu lond hava tryggjað sær fíggjarligt haldføri, men Føroyar eru ongan veg komnar enn. Heldur enn at hava tikið eitt stig fram móti betri fíggjarligum haldføri, eru vit seinastu árini farin trý stig aftur. Tað sigur búskaparfrøðingurin og fyrrverandi landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Magni Laksáfoss, í tíðargrein í Dimmalætting nú um vikuskiftið. Danski tjóðbankin vísti í síni seinastu frágreiðing um Føroyar á, at haldførið í føroyska búskapinum er ikki bøtt, hóast hallið er minkað. Tjóðbankin sigur, at tað vanta framvegis átøk, sum kunnu bøta almenna fíggjarstandin. Bankin vísir millum annað á, at broytingarnar í fólkatalinum og fólkasamansertingini fara at geva føroyska samfelagnum stórar avbjóðingar í framtíðini. Magni Laksáfoss er samdur. Eftir hansara tykki ber tað ikki til at kalla flytingina av eldraøkinum út til kommunurnar fyri eina nýskipan. Hetta er einans ein flyting av uppgávuni hvør skal hava apuna , skrivar búskaparfrøðingurin. Magni Laksáfoss heldur, at grannalondini hava dugað at tryggjað sær búskaparligt haldføri fyri at standa ímóti broytingunum í fólkasamansetingini. Í Norra er hetta millum annað tryggjað gjøgnum oljugrunnin. Og í Danmark er hetta tryggjað gjøgnum stórar pensjónsuppsparingar í mong ár og við at skatturin av pensjónunum liggur í pensjónsgrunnunum til tær verða goldnar út. Onnur tiltøk eru broytingar í eftirlønini og pensjónsaldri, sigur Magni Laksáfoss Eftir hansara tykki eru Føroyar ongan veg komnar at tryggja fíggjarligt haldføri. Tvørturímóti. Vit hava minkað um haldførið við at skatta pensjónir við inngjald og brúkt peningin til skattalættar, sigur Magni Laksáfoss í tíðargreinini. Magni Laksáfoss var landsstýrismaður í fíggjarmálum fyri Sambandsflokkin frá mai 2007 til februar 2008. Hann var eisini tingmaður fyri Sambandsflokkin frá 2008 til 2011. Í India hava myndugleikarnir flutt yvir eina millión fólk burtur frá heimum sínum, tí tey óttast fyri eini ógvusligari melduródn. Ódnin, sum hevur fingið navnið Hudhud, er á veg móti Orissa og Andra Pradesh. Yvir 1,1 millión fólk eru flutt burtur, og myndugleikarnir hava lagt ætlanir um at flyta burtur fimm milliónir aftrat orsakað av melduródnini, skrivar The Times of India. Tá verða samráðingar í London. samráðingarnar um svartkjaft byrja í morgin, og mikudagin seinnapartin er ætlanin at fara í holt við norðhavssildina. Tær samráðingarnar vara til fríggjadagin. Spenningur er um, hvat fer at henda við svartkjaftasemjuni. Tað ljóðar, at ES ætlar at siga upp avtaluna um svartkjaft, tí ES vil hava meira í sín part. ES hevur í løtuni 31 prosent av svartkjaftinum, meðan fFøroyar til samanmberingar hava 26 prosent. Men Herluf Sigvaldsen, leiðari fyri føroysku samráðingarnevndina, hevur ongar viðmerkingar til, at ES skal hava ætlanir um at siga svartkjaftaavtaluna upp. Tvær nýggjar frágreiðingar, sum fiskifrøðingar og havlívfrøðingar hava gjørt, fara at liggja á samráðingarborðinum hesar næstu dagarnar. Ein útrokning, sum felagið Nótaskip gjørdi, eftir at ICES læt strandarlondunum tilmæli sítt um uppsjóvarfiskastovnarnar næsta ár, sigur, at makrelkvotan verður góð 40.000 tons minni næsta ár. Sambært Nótaskipum hava ES, Noreg og Føroyar bundið seg til at lurta eftir ICES frá 2015 til 2018. Sambært Nótaskipum kunnu vit eisini vænta, at kvotan av norðhavssild minkar 35 prosent. Og ICES mælir til at svartkjaftakvotan í 2015 verður 840.000 tons, sum eru 30 prosent minni enn kvotan, sum londini samdust um fyri 2014. 6. partur av bókini EIturkoppaprinsessan. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2014. Ingun Christensen skrivaði og Eyð Matras lesur. Landskassin skal sjálvur lata eina millión av hækkaðu játtanini. Sjálvt skal Sjóvinnustýrið útvega 800.000 krónur við øktum inntøkum av eftirlits og umsjónaravgjøldum. Endamálið við samstarvsavtaluni við donsku skaðanevndina er at styrkja kanningararbeiðið í sambandi við óhapp og vanlukkur á sjónum, sigur Vinnumálaráðið. Hans Jóhannus á Brúgv, stjóri á Sjóvinnustýrinum, hevur ikki so nógvar viðmerkingar um ætlaða samstarvið við donsku skaðanevndina so leingi fíggjarlógin fyri 2015 ikki er samtykt og pengarnir játtaðir. Tað krevur tol at bíða eftir skaðafrágreiðingum hjá Skipaeftirlitinum. Leygardagin vóru átta mánaðir farnir, síðani garnaskipið Anita misti ein mann. Frágreiðingin um ta vanlukkuna er ikki liðug. 31.juli í fjør sakk trolarin Gullberg norðan fyri Føroyar. Frágreiðingin um hetta óhappið er júst send reiðaríinum og øðrum til ummælis. Og fyrsta dagin fer frágreiðingin um vanlukkuna í Leirvík 22.januar í ár til ummælis. Eldur kom í linuskipið Pison, sum lá í Leirvík, og ein maður doyði. Føroyingar og grønlendingar, sum av órøttum komu undir herdu reglurnar um millum annað barnastuðul í Danmark, fáa nú sínar pengar. Danska stjórnin mælir fólkatinginum til at broyta reglurnar, so føroyingar og grønlendingar, sum flyta til Danmarkar, kortini fáa tær almannaveitingar, sum herdu reglurnar umfata. Fólkatingsmaðurin hjá Sambandsflokkinum, Edmund Joensen, og fólkatingskvinnan hjá Inuit Ataqatigiit, Sara Olsvig, hava strongt á skattamálaráðharran fyri at fáa hann at broyta reglurnar, so føroyingar og grønlendingar ikki missa síni rættindi í Danmark. Fyri triðju ferð fáa filmsfólk, sum gera stuttfilmar, møguleika at kappast um virðirlønirnar Geytin og Áskoðaravirðirlønina. Hóskvøldið 11. desember skipar Norðurlandahúsið fyri filmskvøldi, har nýggjastu føroysku stuttfilmarnir verða sýndir og tær báðar filmsvirðislønirnar verða handaðar. Freistin at melda stuttfilmar til kappingina er tann 11. november, og sjálvur filmurin skal latast Norðurlandahúsinum í seinasta lagi 25. november. Fyri at luttaka í kappingini skal filmurin vera í mesta lagi 30 minuttir langur, men filmsnevndin kann tó gera undantak í serligum førum. Ein onnur treyt er, at filmurin ikki áður hevur verið vístur á Filmkvøldunum hjá Norðurlandahúsinum. Hann kann tó hava verið sýndur alment áður, men so skal tað ikki vera longri síðani enn 11. desember í fjør. Handilsligir filmar, ella filmar sum onkunsvegna innihalda handilsligar tilsipingar, kunnu ikki luttaka í kappingini um Geytan. Í dómsnevndini, sum fer at meta um filmarnar, eru Birgir Kruse, sum er formaður, Sif Gunnarsdóttir, Jan B. Jørgensen og Marjun Niclasen. Geytavirðislønin er 25.000 krónur, meðan Áskoðaravirðirlønin er 15.000 krónur. Tað eru áskoðararnir, sum møta upp á filmskvøldinum, sum avgera, hvør fær Áskoðaravirðislønina. Tróndur vaks upp í einum sonnum dansi og kvæðaumhvørvi í Skálavík. Abbin var tann kenda kvæðakempan, Tróndur á Trøð, og bæði pápin, Jógvan, og pápabeiggin, Leifur, dugdu væl at kvøða. Sjálvur hevur Tróndur altíð dansað og ger tað framvegis. Oljufelagið Magn kann fara at eiga upp til ein triðing av vindmyllunum í Húsahaga. SEV fer í næstum at søkja myndugleikarnar um loyvi at leggja ognarskapin av vindmyllunum í eitt dóttirfelag, sum SEV skal eiga saman við Magn. Hetta var ætlanin frá byrjan av, tí tá SEV søkti um loyvi at seta vindmyllurnar upp, var magn ein partur av umsóknini, sigur Hákun Djurhuus, stjóri hjá SEV. Óluva Zachariassen tosar við Hákun Djurhuus, stjóra hjá SEV Vangamyndin Janus í Gong er í vangamyndini, og Janus er úti í Hesti, í húsunum hjá ommubeiggjanum. Janus vísir Felisiu ymiskt í bygdini, og eisini ymiskt sum hann plagar at spæla við. Eitt nú at telgja, saga og smíða veðurhanar og bátar. Tað ger Janus í kjallaranum. Men eisini veit Janus hví Hestur eitur Hestur, og so var tað eisini søgnin um risarnar, sum steinaðu stórar steinar eftir hvørjum øðrum. Og so dugir Janus at brenna sneisabreyð. Git Og so Mínar Damur og Harrar ber til at gita. Hvørjum hundurin líkist. Hundurin er í einari troyggju, ber til at gita hvat hann er nú Nei so fer hann í okkurt afturat, ber til at gita rætt nú ella um hann fer í nei, sigi ikki meir Tað stuttliga er, at hundurin hevur hendur GyklokkanOg Núúúúúúúso verður gyklarin eisini við. Hesaferð fer gyklarin at brúka vatn, eitt pappír, okkurt at skriva við, og eitt glas. Skorin frukt Kob er heima, knívarnir eru klárir at skera við, og hon dugir væl at finna uppá. Hesaferð er tað ein gul frukt, ið verður skorin. Enn eitt gott hugskot til matpakkan ella at bjóða gestum. Og sjálvandi sleppur Felisia at royna seg. Felisia J. Helmsdal er 11 ár, og hon er vertinnan í sendingini. Harumframt siga tónleikarnir, Niels Uni Dam, Elin Brimheim Heinesen og Leivur Thomsen, sína hugsan um Reinsaríðið, og Hjalmar Hvítklett, frá Ljóð og Tøkni, greiðir frá ljóð og ljósviðurskiftunum á nýggja spælistaðnum í Havn. Samskifti er millum SEV og Jarðfeingi um ætlanina, sigur Finn Jakobsen, deildarstjóri hjá SEV. Enn er tó ikki greitt, hvar í Suðuroynni myllurnar skulu setast upp. Í løtuni verða vindmátingar og aðrar kanningar gjørdar til tess at finna fram til besta staðið at seta myllurnar upp, sigur Finn Jakobsen. Skúalaleiðslurnar eiga sjálvar at sleppa at ráða yvir, hvat tíðin í skúlanum verður brúkt til. Tað er ikki uppgávan hjá Mentamálaráðnum. Tað sigur formaðurin í Føroya lærarafelag, Herálvur Jacobsen. Bátarnir hjá Sea Shepherd kunnu ikki hava órógvað grindadrápið á Sandi. Tí allir hvalirnir vóru deyðir, tá bátarnir komu á vágna, sigur verjin hjá Sea Shepherd fólkunum. Magn er ikki bara eitt oljufelag. Magn er eitt orkufelag, og ætlanin um at gerast eigari av vindmyllulundini í Húsahaga er bert byrjanin til eina nýggja leið við varandi orku, sum Magn gjarna vil ganga, sigur stjórin í Magn, Hendrik Egholm. Ætlanin hjá SEV er at stovna eitt dóttirfelag, sum skal eiga Vindmyllulundina í Húsahaga. Magn kann eiga ein triðing í tí felagnum. Tað skrivar Berlingske Business , sum hevur fingið skjalainnlit í telsupostsamskiftið millum Løgmansskrivstovuna og donsku sendistovuna í Moskva. Sambært almennu russisku frásøgnini frá fundinum við løgmann, varð tosað um at økja føroyska útflutningin til Ruslands. Hendan samrøðan skuldi gerast uttan danska luttøku. Løgmaður avtalaði fundin við russar í telefonsamrøðu fríggjadagin 29. august, og mánadagin 1. september kunnaði Løgmansskrivstovan donsku sendistovuna í Moskva. Sendimaðurin í Moskva, Thomas Winkler, sigur við Løgmansskrivstovuna, at hon kundi siga til, um danska sendistovan skuldi hjálpa við onkrum. Eisini bjóðar sendimaðurin sær til at luttaka á fundinum. Men svarið frá Løgmansskrivstovuni er nei takk. Løgmansskrivstovan sigur, at júst í hesi serligu støðuni vilja føroyingar helst hava at tað verður ein føroysk sendinevnd burturav, sum hittir russar. Hetta er grundað á serligu umstøðurnar, við tað at Danmark sum ES limur er rakt av russisku revsitiltøkunum, meðan Føroyar standa uttanfyri Men um føroyingar kunnu lána ein tolk frá donsku sendistovuni, hevði tað verið sera gott, sigur Løgmansskrivstovan í brævinum til russisku sendistovuna. Berlingske Business skrivar, at brævasamskiftið vísir, at tað í veruleikanum var danska sendistovan í Moskva, sum skipaði fyri vitjanini. Russisku myndugleikarnir hava annars róð framundir, at talan var um ein fund millum tvey sjálvstøðug lond, Rusland og Føroyar. Ongastaðni verður nevnt við einum orði, at Føroyar eru partur av danska ríkisfelagsskapinum, skrivar Berlingske Business. Men sambandið við russisku myndugleikarnir gekk gjøgnum donsku sendistovuna, sum millum annað stóð fyri flutningi av føroysku luttakarunum. Bæði í Føroyum og í Danmark hevur verið funnist at løgmanni, tí hann fór á fund við russisku stjórnina um at økja fiskaútflutningin til Ruslands. Hetta tí at fleiri lond í vesturheiminum, millum annað Danmark, hava sett handilstiltøk í verk móti Ruslandi orsakað av krígnum í Ukraina. Tað er í sambandi við, at KÍ kvinnurnar vunnu FM 15. ferðir á rað og harvið settu heimsmet, at Aria fer at spæla til ókeypis dans í KÍ høllini leygarkvøldið. Aria góðu út fløgu í 1999 og vóru virknir nøkur ár eftir fløguútgávuna, men í dag eru tað 13 ár síðan seinast, at Aria spældi til dans Herborg hevur fyri tað mesta seymað barnaklæðir, so hon væntaði ikki, at hon slapp við í sjónvarpssendingina, tá ið hon skrivaði eina umsókn um at sleppa við. Eg havi ávarað mammu og babba, tí tað var nógv trýst á, meðan vit seymaðu, so okkurt banniorðið fall, sigur Herborg við Sandá Thomsen. Tey vóru farin til Svínoyar at hyggja at fuglum, ið eru vilstir til Føroya. Og júst Svínoyggin er eitt satt paradís fyri sjáldsamar fuglar, tí oyggin virkar sum ein trakt. Lurta eftir samrøðuni við Silas Olofson, har hann millum annað fortelur um ein lítlan sjáldsaman fugl, ið hevur flogið einar 6000 kilometrar, aðrenn hann lendi í Føroyum. Tað váttar Ove Randrup, løgreglukommiserur á deildini fyri stuldur hjá løgregluni í Keypmannahavn. Fyri einum mánaði síðani boðaðu fyriskipararnir av MíttLand frá, at ein størri peningaupphædd, fleiri 100.000 krónur søgdu teir, varð stolin eftir tónleikatiltakið. Fyrireikararnir søgdu seg eisini vita, hvør tað var, sum hevði stolið peningin. Tá høvdu teir ikki meldað málið. Fyri tveimum vikum síðani upplýsti løgreglan í Keypmannahavn, at stuldurin var meldaður. Tá var eingin avhoyrdur, men tað verður farið undir at avhoyra fólk nú, upplýsir Ove Randrup, løgreglukommiserur á deildini fyri stuldur hjá løgregluni í Keypmannahavn. Løgreglan í Keypmannahavn hevur ikki fleiri viðmerkingar til málið í løtuni. Maðurin vildi hava sítt depositum aftur og eina frystikistu. Maðurin kom við hóttanini, tá hann tosaði við ein sosialráðgeva hjá Almannaverkinum tann 3. september. Maðurin segði, at hann fór at skjóta mannin, hann leigaði frá, sum skuldi fáa eina kúlu fyri pannuna og 120 høgl í seg. Almannaverkið meldaði mannin, sum hevur verið varðhaldsfongslaður síðani 3. september. Maðurin noktaði seg sekan. Harafturat er maðurin dømdur fyri at hava hótt eina kvinnu við at sláa hana. Maðurin var eisini ákærdur fyri frælsistøku, tí hann skuldi hava hildið kvinnuni aftur í sjey tímar á kamari sínum og nokta henni at fara haðani. Men hann er frídømdur fyri hesa ákæruna. Rætturin tók við í sína meting, at maðurin seks ferðir áður er dømdur fyri hóttanir og átta ferðir fyri harðskap. Hann heldur, at Kaj Leo Holm Johannesen ger sær dælt av støðuni, nú Danmark er boykottað sum ES land, men innflutningsbannið ikki rakar Føroyar. Hetta er kanska eisini ein roynd at tekkjast øðrum veljarum enn teimum, sum vanliga velja Sambandsflokkin, heldur Eirikur Lindenskov. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur stevnt Dia Midjord, kringvarpsstjóra, Liljuni Weihe, leiðara á Aktuelt deildini í Kringvarpinum, Jan Lamhauge, journalisti í KvF, og Sveini Tróndarsyni, fyrrverandi redaksjónsleiðara á portal.fo. Eisini verður práta um nýggju bókina, At myrða við skrivaraborðið , og komandi krimi skaldsøguna, Vølundar hús , har Hannis Martinsson aftur hevur høvuðsleiklutin. 7. partur av bókini EIturkoppaprinsessan. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2014. Ingun Christensen skrivaði og Eyð Matras lesur. Felagið krevur, at giktlæknin fær arbeiðsró og sømilig kor at virka undir, at sáttmálaviðurskiftini og arbeiðsvirðurskiftini eru í lagi. Støðan er hættislig, sigur Giktafelagið. Í núverandi stund er bert ein giktlækni, og helst skuldu verið tveir ella tríggir, sigur felagið í yvirlýsingini. Løgreglan hevur gjørt avhoyringar í málinum um byrsumannin í grindini heima á Sandi, og málið er nú latið ákæruvaldinum. Tað kom fram í Degi og Viku í sjónvarpinum mánakvøldið. Sea Shepherd royndi í sambandi við grindina á Sandi at forða grindadrápinum, men løgreglan handtók fleiri Sea Shepherd limir. Tí kundi grind haldast til uttan stórvegis trupulleikar. 11. september kom so fram í Degi og Viku, at Sea Shepherd hevði meldað ein sanding fyri at hava hótt tey við byrsu undir drápinum. Tey høvdu eisini videoupptøkur av hesum, sum hava verið vístar í sjónvarpinum. Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur, sigur við Kringvarpið, at Løgreglan nú hevur gjørt avhoyringar í málinum, og ein maður um 60 ára aldur hevur viðgingið, at hann hevði eina byrsu frammi undir grindadrápinum, stutt frá Sea Shepherd limunum, sum vassaðu úti í sjónum. Tað er ikki farið aftur við borðinum hjá teimum stóru andstøðuflokkunum í løgtinginum, at SEV og oljufelagið Magn saman skulu eiga vindmyllurnar í Húsahaga. Soleiðis ljóðar yvirskriftin, nú Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, boðar frá skrivligum fyrispurningi til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í kommunumálum. Aksel V. Johannesen spyr, um landsstýriskvinnan ætlar at geva SEV og Magni loyvi til at eiga myllurnar í Húsahaga saman, og hvørjar fyrimunir kundarnir hjá SEV fáa, um partur av virkseminum hjá SEV verður privatiseraðir til ein útlendskan íleggjara. Formaðurin í Javnaðarflokkinum stúrir fyri, at vinnulív og fólk í Føroyum fáa ikki fult gagn av íløguni í Húsahaga, men at vinningurin av rasjonaliseringini í staðin fyri endar í lummunum hjá íslendskum íleggjarum. Í Tjóðveldi ávarar Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna, móti at býta SEV sundur í hálvprivat dótturfeløg. Hon spyr, um SEV skal einskiljast í bitum. SEV má og skal ongantíð gerast eitt felag, har inntøkur til privatar íleggjarar er nakað mál í sjálvum sær, sigur Bjørt Samuelsen. Er neyðugt at hava privatar íleggjarar og samstarvspartar við, tá varandi orkukeldurnar skulu útbyggjast, eigur minsta kravið at vera, at øll hava javnsettan møguleika at bjóða seg fram, sigur Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna. Jarðfeingi gav í januar í fjør einum felag, sum SEV og Magn skuldu stovna, loyvi at seta upp 13 vindmyllur í Húsahaga í Suðurstreymi. Fæst loyvið frá landsstýrinum skal aðalfundurin hjá SEV, sum kommunurnar eiga, taka avgerðina, um SEV sleppur at stovna dótturfelagið. Ætlanin er, at Magn skal eiga triðingin av felagnum. Magn er ikki bara eitt oljufelag. Magn er eisini eitt orkufelag. Ætlanin um at vera við í vindmyllulundini í Húsahaga er bara byrjanin til eina nýggja leið við varandi orku, sigur stjórin í Magni, Hendrik Egholm. Men tá Føroyar og Kili fingu gongd á sín útflutning kom innflutningurin longu í september upp aftur hagar, hann var, aðrenn Russland setti síni handilstiltøk í gildi. Sambært Undercurrent News.com vaks føroyski laksaútflutningurin meira enn tíggju ferðir í september, hjá Kili var vøksturin tvífaldur ella trífaldur. Tølini eru frá russisku tollmyndugleikunum. Men ivaleyst kemur nakað av norskum laksi gjøgnum Hvítarussland til Russlands. Hvítarussland innflutti fimm ferðir meira feskan laks úr Norra í september í ár enn í september í fjør, sambært norskum tølum. Føroyski sildaútflutningurin til Russlands var helvtina minni í september enn í september fjør, skrivar Undercurrent News.com eisini. Lýst hevur verið eftir presti til Nes sóknar prestagjald, og umsóknarfeistin var úti seinnapartin í gjár. Seks umsóknir eru til starvið sum sóknarprestur. Nú skal kirkjuráðið í Nes sóknar prestagjaldi gera innstilling til embætið, og síðani kunnar og ber Jógvan Fríðriksson, biskupur, landsstýrismanninum í kirkjumálum, Bjørn Kalsø, tilmæli frá kirkjuráðnum. Bjørn Kalsø setur sóknarprestin í starv, og hann ger sjálvur av, um hann fylgir tilmælinum frá kirkjuráðnum. Embætið verður sett fyrsta desember í ár. Hóast Noreg og Russland boykotta hvørt annað, bar væl til at fáa semju um fiskasløgini, sum bæði londini fiska í Barentshavinum, eisini um hýsu og lodnu. Fríggadagin, sama dagin, sum samráðingarnar um fiskin í Barentshavinum endaðu við semju, avgjørdi norska stjórnin at herða tiltøkini móti Russlandi, so norsku tiltøkini eru tey somu, sum ES setti í verk 12. september. Komandi vikuskifti fer hondbóltsfelagið Kyndil at spæla Europa cup fyri fyrstu ferð í 22 ár. Hetta má sigast at vera ein stórhending í føroyskum kvinnuhondbólti. í útvarpsstovuna eru nú komin Uni Arge, formaður í Kyndli, Bjarta Johansen, spælari og Sofus Dal Christiansen venjari Á horninum, Tinghúsvegur Bøkjarabrekka, hevur í longri tíð verið arbeitt við einum stórum bygningi, og tað er Havnar Arbeiðsmannafelagm sum byggir stóra stásiliga bygningin. Byggingin hevur hindrað ferðsluna í økinum nakað, og nógv eru tey, sum vóna, at byggingin skjótt verður liðug. Vit hava verið á staðnum, og spurdu Hans Joensen, formann í Havnar Arbeiðsmannafelag, nær húsið væntast at verða liðugt. Í kvøld tekur føroyska landsliðið ímóti Ungarn. Suni Merkistein fer í tí sambandi at greina søguna hjá ungarska landsliðnum, sum enn ikki hevur megnað at fótað sær eftir stórheitstíðina miðskeiðis í farnu øld. Føroyar skulu spæla ímóti Danmark, Íslandi, Onglandi, Noregi og Svøríki. Í fjør vann Danmark kappingina hjá bæði hjá kvinnumog monnum. Úrslitini frá dystunum kunnu síggjast á Fótbóltssambandi Føroya og á Facebook, har møguleiki eisini verður at streama dystirnar beinleiðis. Hyggjuráði í morgun gav Sverri Heinesen, sum svaraði spurningum um innrætting og gav góð ráð um flísagólv, myndir, trappur og ljósperur Annika Olsen, landsstýriskvinna, er ósamd við Sirið Stenberg. Landsstýriskvinnan sigur seg hava álit á kommunum, og starvsfólkunum á eldraheimunum, so pengarnir, sum verða tillutaðir kommunum, verða brúktir á rættan hátt. Jákup Bogi Joensen tosar við Anniku Olsen, landsstýriskvinnu. Fróðarmaðurin Jákup Mikal Mikkelsen, sum er føddur í 1924, sigur livandi frá ymiskum viðurskiftum í heimbygdini. Vit vitja kvinnurnar í eldratilhaldinum, sum skapa sítt egna undirhald. Teir eru á fjalli á Mýrum, sum er hagaparturin eystanfyri Toftavatn. Fýra strandakonur eru búsettar í býlinginum Inni undir Nestinum á Toftum og tær síggja beint yvir á heimbygdina hinumegin fjørðin og kunnu fylgja við hvat fer fram har. Ungdómshúsið UH á Toftum er júst latið upp aftur við nýggjum leiðarum, eftir at hava verið stongt í ein mánað. Tað er hálvtannað ár síðani, at Frans pávi tók við embætinum. Síðani hevur hann virkað fyri fleiri broytingum á fleiri økjum, sum hava elvt til kjak. Nú er tað so spurningurin um samkynd, sum verður viðgjørdur í Vatikaninum. Umframt at heita katólsku kirkjuna, um at endurskoða hugburðin mótvegis samkyndum, heita leiðararnir í skrivinum á Vatikanið, um at hyggja nærri at ógiftum og fráskildum pørum, soleiðis at teirra viðurskifti eisini verða viðurkend. Tað hevði verið at roknað sum ein súmbolsk ger, sum tó hevði staðfest, at tað eisini eru jalig viðurskifti við skrásettum parløgum og tað at liva saman ógift. Hetta verður mett sum ein stór broyting og ein sigur hjá Frans páva. Síðani hann tók við embætinum sum pávi, hevur hann fleiri ferðir givið til kennar, at hann heldur, at líkarættur og javnstøða millum øll menniskju, er grundleggjandi í kristnu trúnni. Fyri fyrstu ferð í fleiri vikur er Norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong un, sæddur alment. Seinast, hann vísti seg alment, var tíðliga í september, tá hann saman við konuni var til eina konsert í høvuðsstaðnum Pyonyang. Síðani hevur eingin sæð hann og tað hevur ført til eina rúgvu av gitingum, eitt nú at Kim Jong un skal vera álvarsliga sjúkur. Men í gjár skrivar ríkistíðindastovan KCNA, at Kim Jong un hevur vitjað ein granskingarmiðdepil og eitt bústaðarøki. KCNA hevur ikki upplýst nær, norðurkoreanski leiðarin vitjaði hesi støðini, men vanliga skrivar tíðindastovan um slíkar hendingar, dagin eftir at tær hava verið. Áður hava sjónvarpsmyndir av Kim Jong un víst, at hann er illa gongdur. Somuleiðis er hann eisini fram farin munandi, síðani hann tók við leiðsluni í landinum í 2011. Fríggjadagin í farnu viku var stórt og umráðandi hátíðarhald, tá 69 ára stovningardagurin av norðurkoreanska arbeiðaraflokkinum var fagnaður. Tá var Kim Jong un ikki til staðar, eins og hann heldur ikki hevur verið tað í samband við fundir í tjóðartinginum. Og tað hevur vakt ans. CNN hevur talt og tað vísir seg, at Kim Jong un vísti seg alment 24 ferðir í juli, 16 ferðir í august og bara einaferð í september, áðrenn hann eftir øllum at døma eisini vísti seg alment í gjár. Í juni 2012, eitt hálvt ár eftir, at hann tók við sum stjórnarleiðari, var hann ikki nevndur við einum orði, tíansheldur var nøkur nýggj mynd av honum at síggja nakrastaðni, áðrenn hann brádliga, ein mánað seinni, aftur var at síggja. Friður hevur verið um svartkjaftin, síðani strandarlondini eftir 21 samráðingarumfør gjørdu ein býtislykil í 2006. Sambært honum eigur ES 30 prosent av heildarkvotuni, Føroyar og Noreg eiga 26 prosent í part og Ísland 17,1 prosent. Sambært norska blaðnum Fiskeribladet Fiskaren hava bæði ES og Føroyar hug at krevja størri part. Fyri fimm árum síðani fekk ES í lag at fáa svartkjaftastovnin kannaðan. Tað er gjørt, men sambært Fiskeren sigur frágreiðingin ikki greitt, hvar svartkjafturin er. Men ES og Føroyar krevja meira við at vísa á veiðutølini. ICES mælir til, at svartkjaftakvotan næsta ár ikki verður størri enn 840.000 tons. Men tá er roknað við einum faktori fyri deyðiligheit, sum er 0,18. Vísindafólk siga tó, at stovnurin tolir 0,32. Kvotan i 2014 byggir á faktorin 0,22. Noreg mælir til at brúka faktorin 0,30 næsta ár. Sambært honum verður svartkjaftakvotan eina millión og 326.000 tons í 2015. Tað boðar Artur Mas, leiðari fyri økisstjórnini í Barcelona, frá í dag. Hann sigur, at fólkaatkvøðan verður 9. november. Tilgongdin til fólkaatkvøðuna, sum ikki verður bindandi, hevur ikki verið uttan svørðslag. Neyðugt hevur verið hjá katalonsku økisstjórini, at broyta orðingina í uppskotinum um umstríddu fólkaatkvøðuna. So seint sum í gjár varð annars boðað frá, at fólkaatkvøðan varð av ongum, og tað fegnaðist spanski forsætisráðharrin, Mariano Rajoy, um, og rósti katalonsku leiðarunum fyri tað. Spanskar stjórnarkeldur siga, at stjórnin er tilreiðar at samráðast um størri sjálvstýri til katalonska landspartin. Men Artur Mas hevur altso nú boðað frá, at hann kemur við nýggjum uppskoti um fólkaatkvøðu um loysing frá Spanina. Sostatt hækkar eftirlønin úr 2.930 upp í 3.010 krónur um mánaðin, so hon verður 36.120 krónur um árið. Henda áseting er galdandi fyri árið 2015. Lógin um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn ásetir, at stýrið fyri grunnin skal áseta útgjaldið í seinasta lagi 1. oktober fyri álmanakkaárið eftir. Eftirlønarútgjaldið var 86 prosent av inngjøldunum í 2013 og væntast at vera 88 prosent av inngjøldunum í 2014. Í 2013 vórðu útgoldnar 238,8 milliónir krónur í eftirlønum úr arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum. Semingsmenn eru Terje Sigurðsson og Símun Absalonsen. Teir hava verið saman við pørtunum í dag, har teir eru kunnaðir um støðuna, sigur Terje Sigurðsson, semingarmaður, í stuttari viðmerking við Kringvarpið. Semingarmenninir skulu hitta partarnar hvør sær seinni í vikuni, og í næstu viku verða partarnir kallaðir inn til realitets samráðingar. Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna hava síðani 17. september samráðst við nevndina í Føroya Handverksmeistarafelag saman við umboðum fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag um nýggjan sáttmála. Tað var ikki ein avgerð hjá SEV, men heldur hjá landsstýrinum, sum gjørdi, at SEV mátti samstarva við oljufelagið Magn um vindmyllulundina í Húsahaga. SEV og Magn kunnu ikki stovna felagið, sum skal eiga og reka vindmyllurnar í Húsahaga, fyrr enn Almannamálaráðið, ið umsitur kommunumál, hevur góðkent tað. Føroyar tordu at spæla bólt, og høvdu bóltin stóran partin av dystinumi kvøld. Tó so manglaðu vit at koma til heilt stórar kjansir og fáa eitt mál. Gunnar Nielsen sigur eftir 1 0 tapið fyri Ungarn í kvøld, at hann sjáldan hevur so lítið at gera. Hann leggur afturat at tað var stuttligt at síggja spælið í kvøld. Í dag metti Lars Olsen at hann skuldi vera millum teir fyrstu ellivu á vøllinum. Og tað kann sigast í stuttum, at Brandur kom sera væl frá uppgávuni. Hann var ein av teimum mest eyðsýndu leikarunum á vøllinum. Men sambært Løgmansskrivstovuni varð eitt upprit um avtalu við Atlantsflog um tyrlutænastur lagt fyri landsstýrisfundin mánadagin í síðstu viku. Sáttmálin er millum Fiskimálaráðið og Vinnumálaráðið og Atlantic Airways um leiting, bjarging og sjúkraflutning og um ferðafólkaflutning, farmaflutning og postflutning. Tá sáttmálin varð gjørdur, segði landsstýrið, at næstu ferð, landið skal gera sáttmála um tyrluflúgving, verður flúgvingin boðin út millum fleiri veitarar og ikki latin Atlantic Airways uttan kapping. Í einum uppriti, sum landsstýrismenninir Jacob Vestergaard og Johan Dahl lótu landsstýrinum á sumri í 2010, stendur, at mett verður, at besta loysnin er at bjóða ein tílíkan sáttmála út. Tað tekur tíð at fyrireika eina slíka útbjóðing. Tí verður neyðugt við eini fyribils loysn, meðan útbjóðingin verður fyrireikað. Tað tekur við øllum fýra fimm ár at fremja eina útbjóðing, stendur i uppritinum frá 2010. Reiðarar í Skotland siga, at samstundis sum teir ongantíð áður hava havt so stóra makrelkvotu sum í ár minkar útflutningurin 20 prosent, tí útflutningurin til Russlands er hildin uppat. Nú sleppa skotar at goyma 25 prosent, 72.500 tons, av makrelkvotuni, sum er 290.000 tons í ár, til næsta ár, tá russiska innflutningsbannið væntandi fer úr gildi aftur. Zakarias Wang sigur í lýsingini, at endamálið við uppstillingini er at fáa í lag eitt ríkisting at gera av, hvussu vit sjálvi skulu skipa okkara viðurskifti. Tá ríkjasovastin eftir valið spyr, hvønn eg vil hava at standa fyri nýggju donsku stjórnini, fari eg at mæla til, at tann verður biðin, sum tekur undir við hesum ynski, sigur Zakarias Wang við in.fo Til tess at geva ynskinum enn størri tyngd, fari eg beinanvegin at bjóða hinum føroysku og grønlendsku fólkatingsumboðunum at vera saman við mær, sigur hann við blaðið. Tað er serliga fyri arbeiði ferðavinnuni at frama, at bygdin er innstillað til heiðurslønina, skrivar Sunda kommuna á heimasíðuni. Síðani 2009 eru 20 summarhús bygd við Gjógv, tey flestu sum partur av útstykkingini Fornagarður, ovarlaga í bygdini, eystan ánna. Somuleiðis eru gjørd 25 nýggj kampingpláss. Ístaðin fyri at seta seg hendur í favn og síggja bygdina fána burtur, hava tey brett upp um armar og gjørt nakað, sum er til stórt gang fyri Gjáar bygd, kommununu og fyri føroyska ferðavinnu, sigur Heðin Zachariassen, borgarstjóri, við heimasíðuna hjá Sunda Kommunu. Hvør fær norðurlendsku náttúrur og umhvørvisheiðurslønina í ár verður avgjørt í svenska høvuðsstaðnum Stokkhólmi tann 29. oktober. Sein árin hjá monnum, ið hava verið fyri kynsligum ágangi soleiðis eitur fyrilestur, sum Lone Lyager heldur í Kelduni í Skálabotni. Beinta M. Pedersen forkvinna í KRIS greiddi frá arbeiðinum hjá KRIS tá tað snýr seg um menn Heimasíðan hjá Danmarks Radio, skrivar, at ein drona við einum albanskum flaggi, kom inn yvir vøllin. Hetta loypti øði í fyriskiparar, viðhaldsfólk og spælarar. Dómarin tók tí avgerðina, at steðga dystinum. UEFA hevur fleiri møguleikar at revsa fótbóltsliðini. Avgerð kann takast um at annað liðið vinnur 3 0, ella avgerð kann eisini takast um, at dysturin verður spældur umaftur frá 41. minutti. Hildið verður, at liðini fáa hvør sína bót, og at heimadystir hjá Albanien og Serbia í eina tíð, verða apældir uttan áskoðarar. UEFA hevur nakrar fáar vikur at finna avgerðina, og tað skal gerast innan Danmark í november mánað skal til Beograd at spæla. Gull virðislønirnar hjá Tryggingarfelagnum Føroyum vóru latnar fyri bestu sjónvarpslýsing í samband við føroysku pensjónsnýskipanina, bestu nýtslu av aktuellum tilfari fyri Trygva og Flossa stuttfilmarnar, og at enda vunnu Tryggingin og Ráðið fyri Ferðslutrygd besta snið fyri endurskinsvestarnar, sum Guðrun og Guðrun sniðgóvu herfyri. Morgunsendingin skiftir orð við Eiler Fagraklett, marknaðarfólk, og Regin Hammer, forstjóra. Viðmerkingarnar hjá advokatinum hjá smápartafelagnum Seta, sum eigur garnaskipið Anitu, um ætlanina hjá løgmanni at taka veiðiloyvið frá skipinum, fingu ikki Vørn at broyta støðu. Viðmerkingarnar hjá Vørn, sum eru dagfestar 26.september, eru sendar smápartafelagnum til hoyringar. Løgmansskrivstovan hevur biðið um svar í hesari vikuni. Í skrivinum til Løgmansskrivstovuna sigur Vørn, at ein ikki setur 4.600 gørn av óvart, um ein bara hevur loyvi til 1.400 gørn. Heldur ikki kann sigast, at nakar uppgevur skeivar knattstøður fyri, hvar trossarnir standa, so at ikki er gjørligt at máta, hvussu nógv gørn eru í trossunum, av óvart. Hetta er gjørt við beráddum huga fyri at fjala útyvir, hvar gørnini standa, og hvussu nógv tey eru í tali, er avgjørda niðurstøðan hjá Vørn. Tá ein eftirlitsmaður hjá Vørn var um borð á Anitu 22.januar í ár fyri at góðkenna innvigingarskipanina, sá hann, at boyurnar til gørnini vóru ikki merktar. Dagin eftir var innvigingarskipanin komin í rætt lag og boyurnar vóru merktar. Anita lá tá á Miðvági, hon var júst umbygd. Tríggjar vikur seinni, 11.februar, misti Anita ein mann, meðan teir settu gørnini. Í aðrari frágreiðing hjá eftirlitsfólki hjá Vørn kemur fram, at tá liðugt var at draga gørnini hjá Anitu tann 21.apríl, vóru gørnini so nógv, at lítið pláss var eftir umborð. Skiparin kendi seg noyddan at koyra gørn inn í frystaríið, sum mátti sløkkjast, tí stabiliteturin hjá skipinum gjørdist ov ringur, um gørn vórðu løgd á ovara dekkið. Skipið hevur sostatt havt so nógv gørn, at líkt er til, at ikki hevði verið gjørligt at havt øll gørnini umborð, um skipið samstundis hevði fulla last av fiski. Skipið hevði tí verið noytt til at lata í øllum førum ein part av gørnunum staðið eftir, tá farið varð inn at landa, skrivar Vørn. Og Vørn heldur fram Allur fiskur varð tveittur fyri borð, tá gørnini vórðu drigin. Reiðaríið hevði avtalu við manningina, sum var komin úr Ísland til at draga gørnini tann 2.apríl, eftir at fyrra manningin varð send av landinum, at teir bara skuldu draga, ikki virka nakran fisk. Eftirlitsmanningin frá Brimli gav føroyska skiparanum á Anitu fleiri ferðir boð um at stegða útblakingini. Men hetta rein ikki við. Líkt er til, at skipið vildi ikki hava eykaútreiðslur av at halda lógina um vinnulígan fiskiskap, er niðurstøðan hjá Vørn. Lógin setur forboð fyri at blaka fisk fyri borð. Hjá løgmanni duga tey ikki siga, nær avgerðin um veiðiloyvið hjá Anitu verður tikin. Smápartafelagið Seta fekk 28.august bræv til hoyringar frá løgmanni, har hann segði seg ætla at taka veiðiloyvið frá Anitu. ES hevur avgjørt at hjálpa fiskivinnuni í limalondunum, nú Russland ikki keypir matvørur úr ES. Fiskimálaráðið hjá ES hevur avgjørt at loyva reiðarum at goyma ein fjórðing av makrelkvotuni í ár til næsta ár. Serliga í Skotlandi fegnast tey um hesa avgerð. Higartil hava reiðarar í ES kunnað goymt tíggju prosent av makrelkvotuni til árið eftir. Reiðarar í Skotland siga, at samstundis sum teir ongantíð áður hava havt so stóra makrelkvotu sum í ár minkar útflutningurin 20 prosent, tí útflutningurin til Russlands er hildin uppat. Nú sleppa skotar at goyma 25 prosent, 72.500 tons, av makrelkvotuni, sum er 290.000 tons í ár, til næsta ár, tá russiska innflutningsbannið væntandi fer úr gildi aftur. Orsøkin til at MAGN stóð á pappírinum, tá SEV søkti um loyvi til at byggja vindmyllulundina í Húsahaga er, at SEV metti, at felagið stóð sterkari í kappingini, um ein privatur veitari stóð á pappírinum, sigur formaðurin í SEV, Jákup Suni Laritsen. Hetta er kappingaravlaðandi, sigur Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna. Hon heldur, at netparturin hjá SEV, eigur at skiljast frá, so privat eisini hava møguleika at selja streym til netið. Landsstýrismaðurin í heilsumálum heitti í gjár á Landssjúkrahúsið at seta liðlækna at hava evstu ábyrgd av sjúkraflutningstænastuni fyri Føroyar. Hetta skrivar Heilsumálaráðið í tíðindaskrivi. Sjúkraflutningstænastan rykkir út til tey, ið brádliga hava tørv á hjálp orsakað av óhappi ella sjúku, føðing ella annað. Sjúkrabilar røkka nærum út í hvønn krók í landinum og saman við tyrluflúgving kunnu allar Føroyar og havøkið rundan um røkkast skjótt. Liðlæknin, sum nú verður setur, skal hava umsjón við tænastuni og skal tryggja førleikarnar hjá teimum starvsfólkum, sum virka í sjúkraflutningstænastuni. Tað merkir millum annað, at hann hevur ábyrgdina av, at starvsfólkini fáa góðkenda útbúgving og tryggjar, at útbúgvingin verður dagførd á hvørjum ári. Miðað verður eftir, at liðlæknin verður settur í seinasta lagi hálvan november í 2014. Tað var í gjár, at løgreglan skuldi handtaka ein persón, sum var staddur á bústaðinum í Havn, har 45 ára gamli maðurin býr. Men 45 ára gamli maðurin vildi ikki lova løgregluni inn í húsini eftir persóninum. Sambært áræruvaldinum hótti maðurin við at gera seg inn á løgreglufólkini og inn á familjur teirra, millum annað, at hann skuldi neyðtaka børnini hjá teimum 10 ferðir, so hann kundi koma í forvaring, trygdarvarðhald. Ákæruvaldið bað um referatforboð fyri tað, sum 45 ára gamli maðurin hevur greitt frá í rættinum í dag, tí vitni, sum er perónurin, ið skuldi handtakast, enn ikki er avhoyrt í sambandi við hendingina ígjár, og kanningar eru eftir at gera í málinum. Verjin hjá manninum hevði onga viðmerking. Ákæruvaldið kravdi mannin varðhaldsfongslaðan í 4 vikur, tí allar kanningar eru ikki lidnar í málinum, og at vandi er fyri, at maðurin kann gera álvara av sínum hóttanum. Verjin hjá manninum kravdi, at maðurin skuldi leyslatast, og vísti á, at tað er løgreglan, sum blæsir málið upp. Men at her er talan um ein mann, sum ikki ger haltari hønu mein, sum hann málbær seg í rættinum. Løgreglan fekk fráboðanina um sjey tíðina í gjárkvøldið, og Brimil kom á Havnina við skipinum. Skiparin er ákærdur fyri at fiska við ov smáum meskum. Arkitektgreipan ZETA architects hevur vunnið eina arkitektkakapping um miðbýin. Sí sjónbandið, sum vísir, hvussu teir ímynda sær miðbýin í framtíðini. Hvørki Føroya Realkredtittstovnur ella nakar annar lánveitari kann krevja endurgjald frá landsstýrinum, um løgmaður tekur veiðiloyvið frá garnaskipinum Anitu. Teir missa eingi rættindi. Um Realurin hevur fíggjarligan áhuga í málinum um veiðiloyvið hjá Anitu, tí Realurin hevur fíggjað meira enn stálið í Anitu, tað er sjálvt skipið er vert, er tað ein ikki viðkomandi rættarligur áhugi. Tað sigur Vørn í viðmerkingum um hoyringarsvarið hjá reiðaríinum hjá Anitu, sum fekk ætlanarskriv frá løgmanni, har hann segði seg ætla at taka veiðiloyvið frá Anitu. Orsøkin til júst hesa niðurstøðuna hjá Vørn er, at í hoyringarsvarinum hjá advokatinum hjá smápartafelagnum Seta, verður spurt, um Løgmansskrivstovan hevur spurt Realin, sum hevur veð í Anitu. Missir Anita síni loyvi at fiska, kann Realurin missa fleiri milliónir krónur, verður sagt í hoyringarsvarinum. Tað kann føra til endurgjaldskrav móti landsstýrinum. Harafturat er vandi fyri, at ein avgerð um at taka veiðiloyvið frá Anitu fer at skapa fordømi. Tí kann slík avgerðn fáa stóran týdning fyri tey, sum fíggja fiskiskip. Enn ein sjúkrarøktarfrøðingur er smittaður við ebola á sjúkrahúsi í Texas. Amerikonsku myndugleikarnir siga, at hon hevði fepur, tá hon fór umborð á flogfar við 132 ferðafólkum úr Ohio til Texas. 29 ára gamla kvinnan, Amber Vinson, setti seg í samband við amerikonsku Miðstøðina fyri Sjúkufyribyrging, CDC, dagin fyri hon fór avstað, og boðaði teimum frá, at hon hevði 37,5 í fepri. Men tað var niðanfyri hámarkið, sum er 37,8 stig, og tí slapp hon avstað. Hon er, eftir øllum at døma smittað, tá hon viðgjørdi liberiska mannin, Thomas Eric Duncan, sum er fyrsti sjúklingur, sum hevur fingið staðfest ebola í USA. Fyri fáum døgum síðani gjørdist 26 ára gamli sjúkrarøktarfrøðingurin, Nina Pham, sum eisini hevur viðgjørt Thomas Eric Duncan, fyrsti persónur sum er smittaður við ebola í USA. Thomas Eric Duncan fekk smittuna í heimlandi sínum, Liberia, men kom til USA innan hann gjørdist sjúkur. Síðst í septembermánaði varð staðfest, at hann hevði ebola. Hann doyði av sjúkuni mikudagin í síðstu viku. Størsta fakfelagið hjá sjúkrarøktarfrøðingum í USA finst hvassliga at amerkonsku myndugleikunum og handfaringini av sjúkuni. Felagið sigur, at sjúkrarøktarfrøðingarnir, sum tóku sær av Duncan, arbeiddu fleiri dagar uttan veruliga verndarútgerð, og fingu í heilum boð um at broyta trygdar mannagongdirnar. Stjórin fyri Texas Health Prebyterian Hospital í Dallas, Daniel Varga, viðgongur nú, at mistøk eru framd í handfaringini av ebolasmittuni. Mistøk eru framd í samband við innleiðandi viðgerðina av ebola, sigur Varga í skrivligar fráboðan, og biður samstundis almenningin um umbering. Heimsheilsustovunurin metur, at ebolasmittan higartil hevur kravt 4.400 mannalív. Ebolasjúkan ger serliga um seg í vesturaftrikonsku londunum, Sierra Leono og Liberia. Amerikanski forsetin, Barack Obama, segði í gjárkvøldið, at ein bólkur við serfrøðingum skal mannast, sum við stuttum skotbráði kann fara fara til støð, har illgruni er um ebola í USA, skrivar Returs. Salatmix og Græskarkjarnur frá danska veitaranum System Frugt og Salatmix frá Food Trend, ið eisini eru seld í Føroyum, verða nú afturkallað, boðar Heilsufrøðiliga Starvsstovan frá. Orsøkin er, at leivdir av týningarevninum isofenfos methyl er funnar í vørunum. Eisini er leivdir av týningarevninum malathion funnin í teimum trimum vørunum, ið verða afturkallaðar. Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at matvørurnar ikki eru egnaðar til matna, tí týningarevni eru funnin í graskjarnunum, ið verða brúktar í teimum trimum vørunum, ið Heilsufrøðiliga Starvstovan afturkallar. Mælt verður til, at tú annaðhvørt beinir vøruna burtur, hevur tú keypt hana, ella ber hana aftur til handilin, har vøran varð keypt. Formansskapurin í løgtinginum hevur framvegis ikki sett nýggjan løgtingsstjóra, hóast Súsanna Danielsen, løgtingsstjóri, bert hevur góðar tvær vikur eftir, áðrenn hon fer úr starvinum. Jógvan á Lakjuni, tingformaður sigur, at tey framvegis ikki hava havt setanarsamrøður, men at tey fara at hava setanarsamrøður fyrsta dagin, og at hann miðar í móti, at setanin er avgreidd síðst í næstu viku. Súsanna Danielsen, ið hevur verið løgtingsstjóri síðan 1996, hevur sagt seg úr starvi, og sambært starvslýsingini eftir nýggjum løgtingsstjóra, skal nýggi stjórin taka við fyrsta november, tað vil siga um tvær vikur. Stjórin er dagligur leiðari í umsiting løgtingsins og skal millum annað hava eftirlit við, at at øll tingmál eru løgfrøðiliga og málsliga røtt. Ert tú sinnaður at fletta seyð og kundi hugsa tær at roynt tínar gávur ímóti øðrum flettarum So er at melda teg til flettikappingina, sum verður á Eiði leygardagin. Ólavur Høghamar Ejdesgaard er ein av fyriskiparunum. Hoyvíkar Kirkja hevði boðið Alex Dahl Nielsen hendavegin at greiða frá teimum uppgávum og avbjóðingum hann hevði sum herprestur í Afghanistan og Libanon Meira enn 200 túsund fólk úr 140 londum, teirra millum 489 danskir ríkisborgarar, hava sjálvboðin teknað seg til verkætlanina, Mars One, sum snýr seg um at 25 40 útvaldir astronautar skulu út til gongustjørnina Mars, har teir skulu byggja eina rúmdarkoloni í 2025. Nýggjar kanningar frá Massachusetts Institute of Technology, stytt MIT, seta spurnaðartekin við, um ætlanin kann fremjast, og um komandi kolonistarnir yvirhøvur kunnu yvirliva á reyðu gongustjørnini, skrivar popsci.com. Tað eru phd lesandi á MIT, sum hava gjørt kanningina, har millum annað túrurin til mars varð simuleraður, eftirlíknaður, við hjálp frá almennum upplýsingum. Eftirlíkningin hjá MIT arunum avdúkaði álvarsligar trupulleikar við Mars One verkætlanini eitt nú at føðin skuldi dyrkast innandurða. Planturnar útláta nevniliga oxygen, súrevni, sum kann elva til spreinginar. Har umframt skal oxygenið kunna látast út, samstundis sum tú heldur nitorgeninum, køvievninum, aftur, sum heldur lufttrýstinum støðugt, tá tú dyrkar plantur í afturlatnum rúmi. Trupulleikin er, at tøknin, sum megnar hetta, bert er roynd á jørðini. Um tøknin ikki virkar á Mars, doyggja astronautarnir í hungri, skrivar popsci.com. Kjartan Kinch, sum er post doc við Niels Bohr instituttið við lærda háskúlan í Keypmannahavn, sigur við Videnskab, at eitt gott er við ætlanini, at astronautarnir hava ongan ferðaseðil heimaftur. Tøknifrøðiliga sæð, er tað lættari at fremja missiónina, tá tú ikki skalt senda nakran heima aftur. Tað er nærum ógjørligt at taka nóg mikið at brennievni við til ferðina heimaftur, sigur Kjartan Kinch. Varastjórin á sjúkrahúsinum í Hvidovre, Torben Mogensen, sigur við heimasíðuna hjá Danmarks radio, at ein sjúklingur er innkomin, sum verður kannaður fyri ebola smittuna. Tað mest umráðandi hjá okkum er at fáa váttað ella avsannað um talan er um ebola. Tí verður blóðroynd tikin, og vit hava væntandi úrslitið um fýra seks tímar, sigur Torben Mogensen, varastjóri á sjúkrahúsinum í Hvidovre. Tilbúgningarætlanin á Hvidovre hospitalinum er tí sett í verk. Sjúklingurin hevur verið í Vesturafrika, og hevur fepur, nú hann er heimafturkomin. Næsta vár verður fundur um makrel í Føroyum. Tá er ætlanin at fáa strandarlondini at semjast um umsitingarætlan, sum byggir á ráðini hjá fiskifrøðingum. Formaðurin í føroysku samráðingarnevndini, sum er í London, væntar at fáa semju um fiskiskapin í 2015 longu í fyrsta samráðingarumfarinum, sum verður í næstu viku. Finsku matvørumynduleikarnir hava funnið pesticid ið isofenfosmethyl í vørunum. Hetta evni er ikki loyvt at nýta í framleiðsluni av graskerkjarnum. Eisini er pesticid ið malathion funnið omanfyri loyvda markvirðið í áðurnevndu vørum. At isofenfosmethyl er í vøruni ger at vøran verður mett ikki at verða egna til matna. Skattalógin skal broytast fyri at sleppa undan ivanum um heimildina hjá Gjaldstovuni at krevja, at øll hava elektroniskan postkassa. Niels Arge Galán er settur sum stjóri á Sendistovuni og tekur við frá í dag at rokna. Niels Arge Galán var til til at stovna Sendistovuna í 2007, og hevur seinastu tíðina verið kreativur stjóri á Sendistovuni. Á Sendistovuni starvast 23 fólk. Niels Arge Galán hevur seinastu árini verið formaður í Samskifti, sum er vinnufelagið hjá samskiftisvinnuni í Føroyum undir Vinnuhúsinum . Danski vinnumálaráðharrin, Henrik Sass Larsen, er í hesum døgum í samráðingum við ES um at varðveita danska gjaldskortið. Men ES hevur aðrar ætlanir. Nýggjar reglur í ES gera tað ólógligt, soleiðis sum Dankortið virkar í dag, at handlar skulu rinda bankanum 60 oyru, hvørja ferð eitt viðskiftafólk brúkar kortið. Allar eru tær royndir sangarar, bæði tá tað kemur til solosang, kórsang og í øðrum samanhangi. Fleiri hava tær gjørt løg og skrivað tekstir í hópatali, eins og verið við í nógvum framførslum og tónleikaútgávum. Nú hava tær fyrstu ferð givið egna fløgu út undir heitinum Systrar . Móttøka í sambandi við útgávuna verður í Evangeliihúsinum leygardagin millum klokkan 15 og 17, har systrarnar millum annað fara á pall at framføra nakrar av nýútkomnu sangunum. Danskir serfrøðingar stúra fyri, at væl kenda gjaldskortið, DanKortið, sum í Føroyum verður nevnt FR kortið, fer í søguna. Danski vinnumálaráðharrin, Henrik Sass Larsen, er í hesum døgum í samráðingum við ES um at varðveita danska gjaldskortið. Men ES hevur aðrar ætlanir. Nýggjar reglur í ES gera tað ólógligt, soleiðis sum Dankortið virkar í dag, at handlar skulu rinda bankanum 60 oyru, hvørja ferð eitt viðskiftafólk brúkar kortið. ES vil hava kapping millum øll gjaldskort. Men hildið verður, at danska gjaldskortið ikki fer at klára seg í hesi kappingini. Formaðurin fyri felagið, Føroyskir Peningarstovnar, Janus Petersen, stúrir ikki fyri, at vit missa FR kortið. KJ byrjaði sum ein kjallarafyritøka í Fuglafirði, men er í dag ein av stóru fyritøkunum í landinum við útivið 100 fólkum í starvi, og framvegis í stórari menning. Eitt franskt ferðafólkaflogfar varð um middagsleitið í dag steðgað í floghavnini í Madrid, skrivar heimasíðan hjá danska blaðnum, Berlingske Tidende . Ein talskvinna hjá floghavnini sigur, at ferðafólkið varð illa fyri á ferðini frá Paris, og viðkomandi nú verður kannaður fyri herviliga smittuna. Tað verður ikki sagt, hvørji sjúkueyðkenni ferðafólkið hevði. Skipið, Eldborg, var ikki leingi uttan sáttmála, tí skipið er longu í Noreg og riggar til at fara at arbeiða fyri Shell ístaðin, sigur Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Skansi Offshore. Sjóborg røkir í løtuni arbeiðið sum Eldborg skal gera fyri Shell, og sunnudagin loysir Eldborg so Sjóborg av. Tá fer Sjóborg aftur at røkja styttri sáttmálar fyri onnur feløg, sigur Jens Meinhard Rasmussen. Tað er alt vanligari at oljufeløg gera styttri sáttmálar við hjálparskip, og viðhvørt verða sáttmálarnir longdir, og í øðrum førum vera teir ikki longdir. Tí er neyðugt hjá skipunum at røkja styttri sáttmálar fyri ymsu oljufeløgini, meðan arbeitt verður við at finna longri sáttmálar, sigur Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Skansi Offshore. Hóast møguleikarnir fyri, at ebola smittan kemur til Føroyar eru smáir, er neyðugt at binda um heilan fingur, sigur William Smith, smittuverjufrøðingur. Leiðslan á sjúkrahúsinum hevur sagt, at tey vilja ikki missa giktlæknan, men Pero Sore hevur onga ábending fingið um, hvussu tey ætla at loysa trupulleikan. Sjúkrarøktarfrøðingarnir á Landssjúkrahúsinum eru til reiðar at taka ímóti sjú klingum, sum kunnu verða smittaðir av ebola, men teir vilja hava ymiskt í tilbúgvingarætlanini meiri útgreinað. Fólk í grannalagnum hava ampa á sær, tí sagt verður at eini grannin hevur dóm fyri at hava gjørt seg inn á børn. Hvat skulu tey gera Maðurin hevur fingið aðra konu og hon er í einum virknum bindiklubba. Kvinnurnar og makar fara hvørt ár at ferðast saman, tey hava stórar jóla og várveitslur og tey ganga til allar føðingardagarnar hjá hvørjum øðrum og teirra børnum. Men hesin maðurin kennir seg fremmandan og vil ikki fara við. Skal hann vera høviskur og fara við ella kann hann loyva sær at siga nei Ung kvinna skrivar um drongin hjá sær, sum lýgur illa um alt. Hon hevur gjørt tað liðugt, men sum frá líður, so tekur hon hann aftur. Hon er ikki álvulig við støðuna og er í villareiði. Eini hjún hava valt at búgva hvør sær, men tó í sama býi. Henda skipanin dámar teimum væl, men trupulleikin er øll hini, sum finnast at hesum og sum spyrja um og umaftur, hví tey hava valt at liva so. Sambært fólkateljingini í 2011 hevði triði hvør maður, 32 prosent, sum bara hevur gingið í skúla í minni enn eitt ár eftir fólkaskúlan, meira enn 200.000 krónur í tøkari inntøku um árið. Teir eiga meira enn 200.000 krónur eftir, tá skatturin er goldin. Tølini frá fólkateljingini, sum Hagstova kunnger á sínari heimasíðu, vísa eisini, at 80 prosent av monnunum, sum hava hægstu útbúgving, hava meira enn 200.000 krónur eftir, tá skatturin er goldin. Hjá kvinnunum er talið 74 prosent. Millum nógvu tølini sæst millum annað, at 14 menn, sum hava útbúgving, sum er styttri enn eitt ár eftir fólkaskúlan, hava meira enn hálva millión krónur eftir, tá skatturin er goldin. Og heldur eingin kvinna, sum hevur miðnám ella yrkisútbúgving ella miðhøga útbúgving, hevur meira enn hálva millión í tøkari inntøku um árið, hjá monnum eru tølini ávikavist 66 og 194. Inntøkur í hesum hagtølunum eru lønarinntøka, inntøka av egnum virki, kapitalinntøka, pensjónsinntøka, veitingarinntøka og studningur. Sumbingar kvøða Stríðið á Húnalandi. Gunnar Poulsen skipar. Dansifelagið Havn kvøður Skrímsli. Sigmund í Hoyvík skipar og Símun Hansen skipar Rudisar vísu í Tøkum Lætt. Ætlanin er ikki at stovna eina nýggja serdeild fyri nýrasjúkur í Klaksvík. Tað sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, í brævi til føroysku læknarnar uttanlands, sum hava funnist at ætlanunum hjá landsstýrismanninum um at bjóða nýrasjúklingum í Norðoyggjum dialysu viðgerð á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Á kunningarfundi í eysturgrønlendsku bygdini, Tasiilaq, har 50 fólk møttu, varð niðurstøða gjørd, og hon er greið íbúgvar í Eysturgrønlandi kenna seg verða fyri myndugleikamissi, og at tey ikki verða viðfarin á sama hátt fólk í Vesturgrønlandi, serliga tá tað snýr seg um málið. Íbúgvarnir eru stúrnir fyri málinum, tí ungdómurin í Eysturgrønlandi misskilir eysturgrønlendska málið, og fleiri ung í Eysturgrønlandi duga heldur ikki eystur grønlendskt, sigur Ida Mathiassen, verkætlanarleiðari fyri semjunevndina. Ida Matthiasen vísir á, at allar lærubøkur í skúlunum eru á vesturgrønlendskum, undirvísingin er á vesturgrønlendskum og sjálvt gudstænasturnar eru á vesturgrønlendskum. Íbúgvarnir kenna seg eisini vera fyri vanbýti. Teir halda seg ikki fáa somu tænastu, nú kommunur eru lagdar saman í størri eindir, sigur Ida Mathiassen. Semjunevndin skal vitja grønlendskar bygdir og býir, og skapa sær eina mynd av grønlendska samleikanum í Eystur og Vesturgrønlandi. Nevndin kemur saman aftur í Nuuk í januar. Vilt tú hava kunning um ebola sjúkuna kanst tú leita leingi uttan kortini at finna nakra kunning. Í øllum førum um tú leitar á teimum ymisku heimasíðunum, ið føroysku myndugleikarnir hava ábyrgdina av. Ein einføld leiting á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnumo, avdúkar skjótt, at Heilsumálaráðið onga kunning hevur til tín um ebola sjúkuna. Har skalt tú ikki leita tær kunning ella vitan um sjúkuna. Hetta sama ger seg eisini galdandi á heimasíðuni hjá landslæknanum, hægsta læknaembætið í Føroyum. Landslæknin í Føroyum hevur heldur onga kunning um ebola sjúkuna á heimasíðu síni. Sama tøgnin ræður eisini á heimasíðuni hjá Deildini fyri arbeiðs og almannaheilsu, tí har er heldur eingin kunning at finna frá føroysku heilsumyndugleikunum um ebola sjúkuna. Ætlar tú tær út í heim at ferðast, og kundi hugsað tær at vita, hvørji tilmæli Uttanríkisráðið ið varð lagt saman við Løgmansskrivstovuni í 2012 hevur til tín, skalt tú heldur ikki vænta at finna tilmæli, tí tað er einki á heimasíðuni. Tann einasta kunningin, ið er komin frá myndugleikunum í Føroyum um ebola burtursæð frá miðlunum kom 6. september, tá Sjóvinnustýrið á heimasíðun, gjørdi reiðarar og skiparar varugar við ebola í Vesturafrika. Dagført 14 54 Klokkan 14 25 sendi landslæknin teldupost til miðlarnar, har sagt verður, at landslæknin nú hevur kunning um ebola á heimasíðuni. Víst verður til kunning hjá Sundhedsstyrelsen. Heðin M. Klein er føddur í 1950, er ættaður frá Gjógv og búði har til hann fór av bygdini sum fimtan ára gamal. Hann steig ungur fram sum yrkjari, í 1969 kom savnið Væmingar og vaggandi gjálv . Um savnið verður í bókmentasøgu Árna Dahls sagt, at hjá so ungum yrkjara má savnið sigast at vera búgvið verk, málsliga frálíka gott og við heilskapaðum kensluløddum yrkingum. Seinni eru fleiri søvn komin, eisini týðingar. Og nú herfyri kom heildarsavn við tekstum yvir eitt 45 ára skeið undir heitinum Úrvaldar yrkingar 1969 2014 . Jóanes Nielsen er fjølbroytt skald, sum hevur roynt flogið innan mestsum allar rithøvundans sjangrur. Mest hevur hann kortini yrkt, í tali eru søvnini níggju í alt frá tí fyrsta í 1978 til hitt níggjunda í 2012. Nú eru øll níggju yrkingasøvnini savnað í eitt heildarrit, ið nevnist Yrkingar 2014 . Frá at vera tann beiski, hartandi, uppreistrarfúsi proletarhøvundurin hevur Jóanes Nielsen ment seg til ein væl umtóktan, næstan fólksligan føroyskan rithøvund. Hann hevur verið heiðraður við fleiri virðislønum og tilnevningum fyri síni verk, bæði sum lýrikari, prosaistur og dramatikari. Í hesum døgum eru liðin 75 ár, síðani ein av mest lisnu og týddu norðurlendsku skaldsøgum kom út. Barbara var heitið á skaldsøguni, sum føroyingurin Jørgen Frantz Jacobsen skrivaði. Bókin var eftir fáum árum uppafturprentað sjey ferðir og týdd til fimm ymisk tungumál. Nils Malmros, sum nógv ár seinni gjørdi film yvir bókina, segði Barbaru vera bestu kærleiksskaldsøgu í norðurlendskum bókmentum. Jørgen Frantz Jacobsen var føddur í Havn í 1900. Hann var cand mag í søgu og fronskum frá universitetinum í Keypmannahavn. Hann hevði stóran áhuga í norðurlendskari søgu, og virkaði í fleiri ár sum blaðmaður á danska blaðnum Politiken. Longu 21 ára gamal gjørdist hann sjúkur av tuberklum. Tað bar í sær drúgvar seingjarlegur á sjúkrahúsum og sanatorium. Tað forðaði honum kortini ikki í at røkja sítt arbeiði sum blaðmaður og rithøvundur. Sjúkan var kortini so ring, at Jørgen Frantz doyði longu 37 ára gamal í 1938 árið fyri, at skaldsøgan kom út. Honum untist tí ikki at uppliva stórfingnu undirtøkuna fyri skaldsøguni. Jørgen Frantz virkaði meginpartin av sínum vaksna lívi í Danmark, men ferðaðist kortini regluliga heim til Føroyar. Tvinnanda ferðir fekk hann sjúkuviðgerð í Føroyum. Tá lá hann á tuberklabýlinum TB, sum stóð niðanfyri har ið Landssjúkrahúsið stendur. Har skrivaði hann millum annað partar av skaldsøguni Barbara. Ónevnd kvinna sigur frá, hvussu hon fekk staðfest Bracha genið, ið økir um sannlíkindini at fáa krabba. Tí fekk kvinnan umfatandi skurðviðgerð av bróstum og eyggjastokkum. Kvinnan vil vera ónevnd, tí hon vil ikki alment varpa ljós á, at hon hevur hesa íleguna. Sambært Norges Silde salgs lag eru 248.000 tons av makreli landað í Noregi síðani 1. september. Hetta er nógv meira enn í fjør. Miðalprísurin fyri størsta makrelin hevur ligið um sjey krónur kilo. Fiskiskapurin er søguliga góður, verður sagt. Seinastu seks vikurnar eru 134.000 tons av makreli útflutt, meira enn dupult so nógv sum í fjør. Grønland hevur fiskað 78.000 tons av makreli í ár, Ísland 153.000 tons og Føroyar hava higartil fiskað 106.000 tons. Men tað órógvar ikki norska útflutningin, tí marknaðurin er ikki tann sami. Norskur makrelur fer til Kina og Japan, meðan Føroyar og Ísland útflyta nógv til Russlands. Nú er makrelurin á veg úr norskum sjógvi í ES sjógv við Hetland. Talan er um tveir dystir í EHF CUP kappingini, har kvinnurnar hjá Kyndli spæla ímóti belgiska liðnum Femina Vise. Báðir dystirnir verða leiktir í høllini á Hálsi í Havn. Femina Vise hevur fleiri ferðir áður roynt seg í altjóða dystum, so talan verður um trupla mótstøðu, sigur venjarin hjá Kyndli, Sophus Dal Christiansen. Fyrri dysturin hjá Kyndli verður í morgin, leygardagin, meðan seinni dysturin verður spældur sunnudagin. Báðir dystirnir byrja klokkan 17 00, og verða teir varpaðir út í útvarpinum. Í staðin vera samráðingar við Atlantic Airways, sum landið sjálvt eigur. Kanningar í 2011 vístu, at eingin í grannalondunum kundi gera tað bíligari enn Atlantic Airways. Felagið hevur biðið um samráðingar um nýggjan sáttmála fyri tann, sum fer úr gildi nýggjársaftan næsta ár, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum. Jón Klein Olsen, leiðari á kriminaldeildini í Havn, sigur, at nú arbeiðir umsitingin í SMS og í Dansk Tipstjeneste við at finna út av, hvussu langt aftur farast skal fyri at kunna staðfesta, nær svikið byrjaði. Og síðani skal alt dokumenterast, og tað er rúgvismikið tilfar at fara ígjøgnum. Tað var í spetember, at ein 33 ára gamal maður varð skuldsettur fyri umfatandi svik í Miklagarði í SMS í Havn. Sambært Jón Klein Olsen, er talan um ein 33 ára gamlan mann, sum hevur svikað fyri umleið eina millión krónur. Málið varð meldað til løgregluna 11. august. Hvussu svikið er farið fram, vil Jón Klein Olsen ikki nágreina men hann váttar, at talan er um svik við veddingarseðlum. tá løgreglan hevur fingið neyðugu prógvini og dokumentatiónina til vega. Málið skal í næstum latast ákæruvaldinum. Men kanningarnar fara at taka drúgva tíð, sigur Jón Klein Olsen. Belgiska ferðalagið kemur við flogfari í Vágar í kvøld, har umboð fyri Kyndil fara at taka ímóti. Hópurin gistir í Havn, og leygarmorgunin klokkan10.00 hevur Femina Vise eina stutta venjing á Hálsi. klokkan17.00 verður dysturin bríkslaður í gongd. Seinni dysturin millum liðini verður sunnudagin klokkan17.00, og tá hann er av, er greitt, hvat av liðunum er komið víðari til annað umfar í EHF Cup. Femina Vise hevur ofta verið í evropeiskari kapping, so vit kunnu vænta okkum góða mótstøðu. Men vit hava allar okkara spælarar tøkar og fara at kýta okkum 120 prosent, sigur Sophus Dal Christiansen, annar av venjarunum hjá Kyndli. Vørn hevur biðið um, at Anita missir veiðiloyvið fyri brot á lógina um vinnuligan fiskiskap. Og løgmaður hevur sent reiðaríinum ætlanarskriv um, at hann fer at taka loyvið frá skipinum. Men Jens Andrias Vinther, advokatur hjá Seta, sigur í dag í hoyringarsvarinum til Løgmansskrivstovuna, at ikki ber til at siga, at lógin er brotin, fyrr enn brotið er staðfest. Reiðaríið og skiparin á Anitu eru ákærd fyri at bróta kunngerðina um fiskiskap eftir havtasku og svartkalva við gørnum á føroysku landleiðini. Jens Andrias Vinther ger vart við í svarinum til Løgmansskrivstovuna, at í september vóru fólk frá Brimli á Anitu í fýra dagar, og kanningin hjá Brimli vísti, at alt var í lagi. Nú Atlantic Airways fyrireikar seg til tyrlukeyp, hevur felagið spurt landsstýrið, um tað eisini eftir 2015 ætlar at brúka tyrlurnar hjá felagnum til millum annað bjarging og ferðaflutning. Hvassar atfinningar eru móti stjórnin hjá Obama fyri ikki at gera nóg mikið fyri at forða fyri, at fleiri amerikanarar verða smittaðir við ebola. Eftir kreppufund í Hvítu húsunum í gjár segði Obama á tíðindafundi, at uppskotið um, hermetiskt at steingja fyri persónum, sum eru úr ringast ebolaraktu londunum í VesturAfrika, Guinea, Liberia og Sierra Leone, fer at geva baksláttur. Eg havi einki ímóti innferðarforboði, um tað tryggjar amerikanska fólkið best. Men vit enda møguliga við eini óvissu um, hvør er smittaður, segði Obama. Tveir amerikanskir sjúrkarøktarfrøðingar, sum vóru við at viðgerða ein liberiskan mann sum hevði e bola í Texas, eru smittaðar við deyðiligu smittuni. Funnist hevur verið at handfaringin hjá amerikonskum myndugleikunum, og tí umhugsar forsetin at tilnevna ein persón, sum fær ábyrgd av at handfara og samskipa amerikanska átakið móti e bola. Atfinningar hava verið vendar móti miðstøðini fyri sjúkeftirlit og fyribyrging í USA, CDC, men Obama segði á tíðindafundinum, at hann hevur fult álit á leiðaranum fyri CDC. Vit mugu skilja, at tað er trupult at handfara e bola. Men vandin fyri at verða smittaður er framvegis øgiliga lítil fyri vanlig fólk, segði Obama. Í løtuni verður ein loysn kannað, har tveir giktalæknar kundu skiftst um at veitt neyðugu viðgerðina, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður, í svari til Bjørt Samuelsen, løgtingskvinnu, sum spurdi um viðurskiftini, eftir at giktalæknin, Pero Sore, hevur sagt seg úr starvi. Karsten Hansen sigur í svarinum, at tað verður arbeitt við at finna eina loysn, og ein loysn verður sett í verk í seinasta lagi 1. januar. Landsstýrismaðurin upplýsir í svarinum, at giktalæknin ikki hevur nakra grundgeving í uppsøgnini, men at leiðslan á Landssjúkrahúsinum samskiftir við giktalæknan. Eingin niðurstøða er gjørd enn og fundur verður aftur í næstu viku. Sambært sjúkrahúsálitinum frá 2007, verður sagt, at tørvur er á tveimum giktalæknum í Føroyum. Tí verður umhugsað at seta tveir giktalæknar í starv, tí tað hevur víst seg, at tað er lættari at fáa fólk at søkja, um ein ella fleiri serlæknar eru frammanundan, sigur Karsten Hansen í svarinum til Bjørt Samuelsen. Seinastu tíggju árini hevur Høgni Lisberg verið ein av okkara virknastu tónleikarum, og hann hevur nú givið út sína sættu fløgu. Útgávukonsert var í Gøtu í gjárkvøldið, og í kvøld verður Høgni at hoyra í Reinsarínum í Havn saman við tónleikarunum, sum spæla saman við honum á fløguni. Fleiri sangir hjá Høgna eru vorðnir kendir og eru farnir víða. har teir millum annað hava verið brúktir í telduspølum og í lýsingaátøkum. Høgni megnar at fáa burtur úr orðum og løgum eina mergjaða heild, sum verður undirstrikað við sangheitum sum Bow Down to no man , Here we go again og Sea of mercy . Høgni Lisberg byrjaði ungur at spæla trummur í Clickhaze, og tá bólkurin gavst, fór Høgni víðari við sínum egna tilfari, sum hann hevur givið út og framført hesi seinastu tíggju árini. Sætta fløgan, ið nú er komin út, er vorðin til á ein heldur øðrvísi hátt enn tær undanfarnu, og Høgni greiðir frá teirri gongdini í Vangamyndini í kvøld eftir Dag og Viku. Í sendingini greiðir Mimmy millum annað frá konseptinum hjá kaffihúsinum, sum er bygt upp rundan um søguna um Nólsoyar Páll. Í 2010 stovnaði hon felagsskapinum Verji børnini , sum virkar fyri at steðga kynsligum ágangi móti børnum. Eisini greiðir hon frá tíðini, tá hon starvaðist súm persónligt hjálparfólk hjá kendu donsku songkvinnuni Anne Linnet. Sent varð beinleiðis úr kaffishúsinum Fríða í Klaksvík. Í Skopun fegnast tey, nú flakavirkið fer at lata uppaftur. Virkið hevur týdning fyri alla Sandoynna, sigur Friðhild Winther, forkvinna í Vónini, Skopunar Arbeiðskvinnufelag. Skipað verður fyri heystfagnaði kring landið. Matstovur borðreiða við serligari heyst matskrá . Og Facebook er um at kóka yvir við myndum av fólki, sum ganga fjøllini og fletta. Eisini tosaðu vit við Randi Karlotsdóttir, ið royndi at gera sjálvmorð. Vit tosaðu eisini við pápa hennara, Karlot Hergeirsson, um hvussu hann upplivdi sjálvmorðsroyndina hjá dóttrini. Vangamyndin Óli J. Horn og Heini W. Finnsson eru í vangamyndini báðir. Og teir taka ímóti Felisiu, sum kemur til Svínoyar at vitja. Og teir duga væl at greiða frá, fyrst var Svínoy ein flotoyggj, men so fór eitt svín upp á land, og so varð oyggin føst. Eisini er ein heilt serstakur fuglur í Svínoy, sum knappliga setir seg tætt hjá. Fuglurin eigur at vera gráur og svartur, men hesin er hvítur og brúnur. Annars so geva Heini og Óli seyðinum, spæla í svimjihylinum sum er úti , taka upp eplir og eisini fanga teir horngeilar, og Felisia sleppur við. Git Og Mínar Damur og Harrar nú ber til at gita hvørjum hundurin líkist. Hundurin er fyrst í einari blusu, ber til at gita hvat hann er nú Nei So fer hann í eitt skinn, ber til at gita rætt nú men so nei, sigi ikki meir Hundurin hevur hendurog tað sær stuttligt út. GyklokkanOg so Núúúúúúú er gyklokkaneisni á skránni. Hesaferð fer gyklarin at brúka salt og pipar og eina ballón. Skorin frukt Tá Felisia kemur við fruktini er Kob longu klár. Hvat verður fruktin skorin til í dag Ja, tað er alt eftir hvør fruktin er. Men eitt er vist tá fruktin er skorin, hava øll sum hyggja, fingið enn eitt hugskot til gestirnar ella matpakkan. Felisia J. Helmsdal er 11 ár, og hon er vertinnan í sendingini. Tað eru Elin Dagbjartsdóttir Neshamar og Páll Danielsen, ið leggja til rættis. At ein sjúk kvinna segði seg hava verið í Liberia, fekk myndugleikar í USA at seta stóra tilbúgving í verk. Kvinnan spýði, eftir at hon var komin úr einum bussi í nánd av amerikanska verjumálaráðnum. Løgreglan stongdi inngongdina til ráðið beint við, og eitt væl mannað heilsulið kom á staðið. Óttin fyri ebola gjørdi, at kvinnan varð avbyrgd eins og fleiri onnur, sum vóru við henni í bussinum. Sambært tíðindastovuni, AP, vístu kanningar, at kvinnan hvørki var smittað ella hevði verið í Afrika. Hóast tær dámar væl filmar sum The Hunger Games, Divergent og nýggju filmsrøðina The Mazerunner, so hava teir allir nøkur felags eyðkenni. Allir filmarnir snúgva seg um ung fólk, sum eru deild í bólkar, og sum berjast ímóti stjórnini í einum dystopiskum framtíðar landslagi. Saturday Night Live hevur gjørt eina parody, sum lýsir, hvussu nógv hesir filmar líkjast. Í filmsbrotinum kanst tú millum annað síggja Bill Hader sum eina Effie Trinket veru. Fer Russland at skrúva gassveitingina til Vestureuropa fyri, kemur einki gass úr Noregi ístaðin. Tað sigur norski orkumálaráðharrin, Tord Lien, við ES, sum í summar bað um at sleppa at keypa meiri gass úr Noregi. ES og Russland eru ósamd um støðuna har eysturi í Ukraina og á Krim, og tí hava londini í ES sett tiltøk í verk ímóti Russlandi. Óhugsandi er ikki, at Russland fer at svara aftur við at lata ES minni gass í vetur. Fleiri ES lond keypa alt sítt gass úr Russlandi. Tey siga seg stúra fyri, at bæði fólk og fyritøkur kunnu fáa ov lítið av orku, um Russland fer at skamta gassið. Og Noreg sigur seg ikki vera ført fyri at útvinna meiri gass. Bókin Lat eisini meg, verður at hoyra leygarmorgnar klokkan 9.30 og sunnudagar klokkan 17.10 í útvarpinum. Bókin er í 11 pørtum. Eyð Berghamar Jacobsen lesur. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2013. Bókin Lat eisini meg er nýggj upprunaføroysk bók um happing. Ein hjartanemandi søga um at kenna seg uttanfyri Halldóra Dam hevur skrivað bókina, sum eisini er fyrsta bók úr hennara hondum. Bókin er um gentuna Drós, sum verður illa happað í flokkinum. Hvør einasti dagur er eitt satt stríð at koma ígjøgnum, tí hon veit ongantíð, hvat hon kann vænta sær. Drós gongur einsamøll við hesum, ongin veit av nøkrum uttan sjálvandi happararnir. Men so ein dagin kemur Rita at ganga í flokki saman við Drós, og tá fer knappliga okkurt at henda, tí Rita ræðist ikki, hvat onnur halda, at ein eigur at gera. Hon hevur sín egna vilja, og hon vil vera saman við Drós, tí henni dámar hana Hetta er ein bók beint úr gerandisdegnum og lýsir eitt fyibrigdi, sum nógv børn tíverri kenna aftur. Bókin er serliga væl egnað til tey 9 til 12 ára gomlu. Hon er 96 bls., og unga Bjørk Jónheðinsdóttir Tróndheim hevur gjørt permuna. Tað sæst aftur í innflutningstølunum, at byggivinnan er bólgnað. Frá 1. januar til 1. august í ár innfluttu vit maskinur og amboð fyri 440 milliónir krónur. Sama tíðarskeið í fjør var talið 268 milliónir. Eisini virðið á innfluttum akførum er hækkað munandi ein slakan triðing. Fyrstu átta mánaðirnar í fjør innfluttu vit akfør fyri 175 milliónir, men fram til 1. august í ár var innflutningurin 204 milliónir krónur. Vit innfluttu eisini fleiri húsarhaldsvørur og meiri tilfar til byggivinnu og annan ídnað. Innflutningurin av brennievni og vørum til havbúnað og landbúnað minkaði tó eitt vet, skrivar Hagstova Føroya. Heimsheilsustovnurin, WHO, tók í gjár Senegal av listanum við londum, ið hava sjúkuna, ebola. Tað boðaði stovnurin frá, eftir at eingin tilburður var staðfestur í 42 dagar. Eftir øllum at døma hevur Senegal bara havt ein ebolasjúkling ein mann úr grannalandinum, Guinea. Maðurin hevði samband við 74 fólk í Senegal, men eingin teirra fekk sjúkuna. Í ovurmorgin fer heimsheilsustovnurin væntandi at lýsa Nigeria smittuleyst. Í Nigeria, har stívliga 174 milliónir fólk búgva, eru átta fólk deyð av ebola í ár. Ódnin, Gonzola, brast á í Bermudaoyggjum í nátt. Vindferðin í hvirlunum hevur verið einar 50 metrar um sekundið, og nógvur uppgangur hevur verið. Vandin fyri at fáa hjartasteðg er millum 30 og 50 prosent hægri fyri fólk, ið hava tikið pínulinnandi giktaheilivág. Tað sæst í sjúkrasøguni hjá 29.000 dønum, sum høvdu havt hjartasteðg. Fólkini, ið høvdu tikið heilivágin, Diclofenac, høvdu 50 prosent størri møgulleika at fáa hjartasteðg enn onnur. Rættiliga nógv høvdu tikið tílíkan heilivág seinasta mánaðin, áðrenn tey fingu hjartasteðg. Kanningin staðfestir ikki endaliga, um giktaheilivágur var høvuðsatvold til hjartasteðgin. Fólk kunnu eisini hava tikið heilivágin, tí tey hava havt pínu orsakað av veikum hjarta. Í fjør fingu fleiri enn 10 prosent av íbúgvunum í Danmørk Ibuprofen frá lækna. Tílíkur heilivágur verður eisini tikin fyri nógva aðra pínu enn hana, ið er elvd av gikt. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður skrivar, at Sambands flokkurin hevur tosað við hinar samgonguflokkarnar um eina fiskivinnunýskipan, men at eingin endalig politisk semja er enn. Sambært løgmanni vil flokkurin, at fiskivinnan verður rikin mest møguligt sambært marknaðartreytum, og at ein partur av uppsjóvartilfeinginum sambært lóg verður seldur á uppboði. Í gjár var dagur teirra heimleysu í Finnlandi. Hóast millum annað felagsskapurin, Setlementti Asunnot Oy, roynir at hjálpa finnlendingum av gøtuni, verða fleiri heimleysir. Sambært felagsskapinum hava teir flestu heimleysu borgararnir einki stað at búgva, tí teir misnýta rúsevni, ella tí teir eru arbeiðsleysir. Býráðini í Helsinki og grannabýnum, Vantaa, hava sett fleiri fólk í starv at byrgja fyri bylgjuni av heimleysum í býunum. Kyndil royndi at hála inn á Femine Vise í seinna hálvleiki, men hetta eydnaðist aldrin. Fýra mál var tað tættasta tær komu til Femina Vise. Hetta var eftir at Kyndil fekk eina røð av brotskastum. Í fyrra hálvleiki tók hon 38 av skotroyndunum frá Femine Vise, og í seinna hálvleiki tók hon ikki minni enn 58 av skotroyndunum. Hetta eru sera góð tøl, tí her skal man serliga hugsa um at Kyndil ikki kendi mótstøðuliðið áðrenn dystin í dag. Anna Brimnes var við Men hon var aftur í dag eftir skaða, og gjørdist eisini toppskjýtti við seks málum. Ikki bert Anna Brimnes var við aftur eftir skaða í dag. Hetta er sum sagt fyrstu ferð at Kyndil luttekur í EHF cup. Fyrsti dysturin bleiv eitt tap, men í morgin spæla tær enn ein dystin móti soma mótstøðuliði. Venjararnir vóru ikki nøgdir við 22 15 tapið, tí at teknisku feilirnir vóru alt ov nógvir. Og hetta gjørdi at skotroyndirnar vóru ov fáar á Belgiska málið. 22 mál í móti er OK At Femine Vise skorar 22 mál er í ordan eru venjararnir samdir um. Tomma Petersen spældi ein góðan dystin, og tók nógv skot. Vit stóðu væl í verjupartinum, og fingu lokka tær út í síðurnar at spæla. Andreas og Sophus eru samdir um at álopssinnaða verjan hjá Femine Vise var ein avbjóðing í dag. Men teir leggja tó afturat at leikararnir vistu av frammanundan at mótstøðuliðið vardi so offensivt. Hetta var ein orsøk til at vit mistu so nógvar bóltar og ikki fingu avslutta so nógv, sum vit áttu at gjørt. Vit eru klár aftur í morgin Hetta var fyrsta royndin, og nøkur ting vóru góð. Tveir týdningamiklir leikarir eru júst komnir aftur frá skaða, vit lata 22 mál í gjøgnum og Tomma Petersen stendur væl í málinum. Vit skulu bara gera nógv færri feilir í álopsspælinum í morgin. So um tær bert fáa 22 mál í morgin, og vit ístaðin fáa 23, so gongur tað. Soleiðis siga venjararnir báðir Andreas F. Hansen og Sophus E. Dal Christiansen við einum smíli eftir tapið á Femine Vise úr Belgia í kvøld. Ein maður er skuldsettur fyri harðskap móti tænastumanni. Talan er um ein mann, sum løgreglan tók fyri rúsdrekkakoyring um midnáttarleitið. Tá hann varð tikin, var maðurin friðarligur, men tá hann fekk at vita, at hann fór at vera skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring, gjørdist hann illur og legði á løgreglumannin. Freshlink hevur í eina tíð arbeitt við at finna eina loysn, men kom ikki á mál, sigur Andreas F. Hansen, nevndarformaður í Freshlink, við Vinnuvitan. Felagið fekk harða kapping, tá íslendska Eimskip fór at sigla somu rutu millum Føroyar og Skotland, og tað bøtti heldur ikki um støðuna, at alifyritøkurnar ikki longur senda so nógvan laks niður á bretska meginlandið. Nógv tann størsti parturin av laksinum verður nú útfluttur til Russlands umvegis Danmark. Tað merkir, at farmurin fer við Norrønu til Danmarkar og higani víðari til Russlands. Hetta er, sambært tølum hjá Hagstovuni, størsti vøkstur í landinum eftir Tórshavnar kommunu, ið er tann størsta, og hagar flest fólk flyta. At skipa fiskivinnuna av nýggjum stendur ovast, tá Kári P. Højgaard fer at halda formansrøðu sína á landsfundinum hjá Sjálvstýrisflokkinum í Runavík mánakvøldið. Fleiri spurningar troka á, millum annað tilfeingisgjaldið og útlendski ognarparturin í føroyskum fiskiskipum. Kári P. Højgaard heldur, at orðingarnar í lógini mugu endurskoðast. E r tað so, at føroyingar ikki vilja hava, at útlendingar skulu eiga í fiskivinnuni, má tað síggjast aftur í lógini, sum má broytast, so samsvar verður við tann veruleikan , sigur Kári P. Højgaard. H ann heldur, at eigavirðurskiftini í lógini mugu vera púra greið, og eru tey ikki tað, kunnu útlendingar ikki eiga í føroysku fiskivinnuni. Kári P. Højgaard heldur eisini, at tilfeingisgjaldið, sum verður lagt á vinnuna, eigur at koma fiskivinnuni til góðar og skal ikki bert fylla hol á fíggjarlógini. Soleiðis kundi tilfeingisgjaldið fíggjað fiskirannsóknir, havrannsóknarskip og tiltøk til frama fyri havumhvørvið, sigur formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum. Kuba hevur sent 165 læknar til Sierra Leone í Vesturafrika at hjálpa til at steðga Ebolasjúkuni, og nú hevur Fidel Castro, fyrrverandi forseti, boðað frá, at Kuba fer at senda 300 læknar og sjúkrarøktarfrøðingar aftrat til Liberia og Guinea. Samstundis hevur Fidel Castro boðað frá, at Cuba er til reiðar at samstarva við USA, og Fidel Castro tekur sostatt Barak Obama uppá orðið, ið hevur heitt á øll heimsins lond um at gera sítt til, at tamarhald fæst á sjúkuni sum skjótast. Hóast Kuba á mongum økjum er eitt menningarland, er heilsuverkið millum tey frægu samanborið við onnur lond í Miðamerika, og talið av læknum á Kuba er høgt í mun til fólkatalið. Av teimum 4.500, ið eru deyð av sjúkuni í Vesturafrika, eru 2.200 deyð í Liberia, og forsetin sigur seg óttast fyri, at støðan kann elva til eina búskaparliga vanlukku. Verjumálaráðharrin skal standa á odda fyri einum liði, ið skal samskipa tiltøkini ímóti sjúkuni, og hann skal hvønn dag geva forsetanum frágreiðing um støðuna. KÍ AB 5 1 3 0 1 0 14min Heðin á Lakjuni 2 0 26min Henry Heinesen 3 0 42min Jóhan Jacobsen 4 0 60min Heðin á Lakjuni 5 0 70min Hjalgrím Elttør 5 1 72min Sandri Færø ÍF EB Streymur 2 0 0 1 0 1 14min Hans Pauli Samuelsen 0 2 83min Arnbjørn Hansen Skála Víkingur 3 3 3 0 1 0 13min Edvin Jacobsen 2 0 15min Jákup Johansen 3 0 17min Holgar Djurhuus 3 1 51min Andreas Lava Olsen 3 2 64min Finnur Justinussen 3 3 80min Sølvi Vatnhamar Tríggir nýggir gestir vitja í Sjá hesa ferð. Ein fyrrverandi løgmaður, ein ungur kvinnuligur sjónleikari og ein klaksvíkingur við stóra K, sum livir við eini heilt serligari avbjóðing. 1. partur av søguni Tóra kjattið. Trine Bundsgaard skrivaði og Jenny Johannesen týddi. Elsa Maria Magnusardóttir sigur frá. Alexander Gaard setti saman. Tey leikandi eru Elsa Berg, Mary Persson, Lea Reginsdóttir, Kristina Klementsen, Jóhild Sørensen, Andreas Vilhelm Poulsen, Robert Bjarnason, Linda Røsvik Guttesen. Kristian Pauli Ellefsen t t Flokkurin tekur undir við útlendskum ognarskapi og kapitali. Men treytin er, at myndugleikarnir í Føroyum hava eftirlit við útlendsku pengunum og ognarskapinum, og at fiskurin, virðisskapanin og førleikamenningin vera í Føroyum. Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður og formaður Sambandsflokins, í grein á heimasíðu floksins um ætlaðu nýskipanina í fiskivinnuni. Samgongan hevur leingi arbeitt við tí, sum hon kallar nýskipan í fiskivinnuni, einari skipan, sum skal taka við 1.januar í 2018, tá øll galdandi veiðiloyvi fara úr gildi. Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at enn er eingin endalig politisk semja í samgongini. Partarnar hava sagt sína hugsan og viðgjørt tey mest týðandi málini, men enn er nakað eftir á mál. Hóast samgongan ikki lurtar eftir fiskifrøðingunum, tá fiskidagar verða ásettir, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, at fiskidagaskipan elvir til ov stórt veiðitrýst á fiskastovnarnar. Men sambært løgmanni er politiskt lagt upp til eina veruliga stigvísa nýskipan av fiskivinnuni, ikki bara dagføringar av verandi lóggávu. Enn er samgongan ikki samd um nýggjan fiskivinnupolitikk, og andstøðan er ikki við í royndunum hjá samgonguni at gera fiskivinnunýskipan. Løgmaður og formaður Sambandsfloksins nevnir ikki teir fýra andstøðuflokkarnar í sínari grein. Men hann sigur, at Sambandsflokkurin vil virka fyri, at gjørd verður ein breið politisk semja um eina fiskivinnunýskipan. Turkaland hevur ikki vilja givið loyvi til at vápnini vórðu flutt umvegis Turkaland, hóast Kobane liggur tætt við turkiska markið. Amerikanska verjan upplýsir samstundis, at flogfør 135 ferðir hava søkt at IS teir seinastu dagarnar í eini roynd at steðga hermonnunum at taka Kobane. Men tað skal nógv til at verja Kobane ímóti IS, sum leingi hevur havt ætlanir um at taka býin, og tí mugu kurdarnir sum verja býin fáa vápn, sigur amerikanska verjan. Orsøkin til at Turkaland ikki hevur viljað givið loyvið at vápn verða send umvegis Turkaland til kurdisku deildirnar er, at sýriski bólkurin av kurdum, sum royna at verja Kobane, samstarvar við kurdiska flokkin, PKK, sum bæði er á amerikanska og tuskirska listanum um yvirgangsfelagskapir. Vápnini, sum eru latin kurdunum í Kobane, koma frá kurdum í Norðurirak, upplýsa amerikansku myndugleikarnir. Mangt bendir á, at talan er um eina arbeiðsvanlukku. Tað er mest sannlíkt, at orsøkin, til deyðsfallið, er, at maðurin er dottin umborð, sigur Tron Kristiansen hjá løgregluni í Karmoy, sambært NRK Rogaland . Í løtuni er ikki greitt, hvat hendi sunnukvøldið tá norski tollarin doyði umborð á M S Heidi. Tí verða allir hugsandi møguleikar eisini kannaðir, men einki bendir kortini fyribils á eina brotsgerð, sigur innsatsleiðarin, Jarle Utne Reitan, við vg.no M S Heidi er skrásett í Føroyum, men hevur sambært norsku løgregluni manning úr Litava ella Russlandi, skrivar Bergens Tidende . Tríggir tollarar vóru umborð á M S Heidi, tá tollarin doyði sunnukvøldið. Løgreglan í Noregi fekk fráboðan um deyðsfallið umborð á M S Heidi klokkan 22 50 sunnukvøldið, skriva norskir miðlar. Øll manningin verður nú eisini avhoyrd í málinum. Lønarútreiðslurnar vóru tilsamans 23,5 milliardir krónur í fjør, og tá góð 23.000 fólk starvast hjá Statoil, so gevur tað eina miðalløn uppá eina góða millión krónur Kunningarstjórin í Statoil, Jannik Lindbæk, sigur, at orsøkin til høgu lønirnar er, at Statoil í 2012 seldi allar oljustøðirnar, og tí eru bert fá láglønt starvsfólk eftir hjá felagnum. Samstundis er talið av fólkum sum starvast í øðrum londum, økt, og tí eru lønarútreiðslurnar hækkaðar. Álitismaðurin hjá teimum sum starvast á oljupallunum í Norðsjónum, Bjørn Asle Teige, sigur, at øktu lønarútreiðslurnar fara til stjórar og verkfrøðingar á landi. Hann vísir á, at bert 5.000 av teimum 20.000 sum starvast fyri Statoil í Noreg, eru á boripallum, og tey tjena í mesta lagi 650.000 krónur um árið. Við yvirtíð fáa tey í mesta lagi 7 800.000 krónur um árið, og tað er minni enn miðallønin í felagnum, sigur álitismaðurin. Tað er eitt vandamál, um politiska skipanin leggur seg út í viðurskiftini hjá SEV. Tað heldur Kári P. Højgaard, formaður í Sjálvsstýrisflokkinum. Formaðurin í Sjálvsstýrisflokkinu er ikki so fegin um ætlanina, at MAGN skal eiga ein triðjing av SEV. Kvinnurnar hjá Kyndli vunnu seinna steypadystin móti Femina Visa úr Belgia við einum máli. Men tær taptu fyrra dystin við sjey málum, og komu tí ikki víðari. Uni Arge, formaður í Kyndli, er kortini fegin um avrikið. Partarnir ásannaðu seinasta týsmorgun, at samráðingarnar, sum byrjaðu 17.september, bóru ikki á mál og sendu tí boð eftir Semingsstovninum. Fýra feløg eru við í samráðingunum, Føroya Handverksmeistarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna. Sáttmálarnir vóru galdandi til 1.oktober, men teir eru longdir. Boðað er ikki frá verkfalli ella verkbanni, so fyribils verður arbeitt eftir gomlu sáttmálunum. Semingsmenn eru Terje Sigurðsson og Símun Absalonsen. Terje Sigurðsson sigur í morgun, at enn hava teir ikki avgjørt, nær sjálv semingsroyndin byrjar. Ein talsmaður fyri Suðurafrikansku forsorgarhjálpini, Mthunzi Mhaga, sigur at ein klivi er gjørdur klárur til suðurafrikanska rennaran, Oscar Pistorius, í næsttryggasta suðurafrikanska fongslinum, Kagosi Mampuru fongslinum. Eitt talsfólk frá fongslinum, avvísti hesar ákærur alt fyri eitt. Tað vildi verið ábyrgdarleyst og óreint, at gjørt fongsulsklivar klárar til fólk, sum enn ikki eru dømd, sigur talsfólki hjá fongslinum. 12. september varð Pistorius funnin sekur í óviljaðum manndrápi, eftir at hann skeyt og drap unnustu sína í februar í fjør. Ákæruvaldið krevur í minsta lagi 10 ára fongsulsrevsing Spurningurin um gegnið hjá Annfinni Vitalis Hansen, fyrverandi kanningarstjóra í tunnismálinum, kundi verið royndur hjá Danska Advokatsamfundet. Men løgtingið hevur ikki roynt teir møguleikar sum eru, og tí stendur spurningurin um gegnið framvegis ósvaraður. Jákup Bogi Joensen hevur tosað við Alfred Petersen, formann í Advokatfelag Føroya Runavíkar kommuna varð biðin um innlit í eitt byggimál. Tá einki svar var komið góðar tríggjar vikur seinni, varð kært til Løgtingsins umboðsmann. Sagt verður frá, at vit hava móttikið umbøn tygara um innlit. Málsviðgerin, sum skal svara umbønini um alment innlit, kemur aftur úr summarferiu í næstu viku, og verður umbønin um innlit avgreidd tá, sigur kommunan í teldubrævi. Løgtingsins umboðsmaður sigur í sínari niðurstøðu, at tað er alt annað enn nøktandi, at ein borgari ikki kann fáa innlit í skjøl hjá Runavíkar kommunu, tí at eitt ávíst starvsfólk hevur summarfrí. Sambært lógini skal ein almennur myndugleiki sum skjótast gera av, um ein áheitan um innlit kann verða gingin á møti. Verður umbøn um innlit ikki gingin á møti innan tíggju dagar, skal myndugleikin boða viðkomandi frá um orsøkina til hetta, og nær ein avgerð væntandi verður til skjals. Harumframt skal ein myndugleiki, sambært góðum fyrisitingarsiði, svara einari áheitan í rímiligari tíð. Løgtingsins umboðsmaður sigur, at tað áliggur leiðsluni hjá kommununum at skipa arbeiðið soleiðis, at fyrisitingin virkar á fullgóðan hátt alt árið, hóast starvsfólk hava frí. Hóast tað kann vera torført hjá eini lítlari fyrisiting at vera fult virkin, til dømis í summarfrítíðini, verður leiðslan í kommununi noydd at tryggja, at ein umbøn um innlit verður svarað innan fyri lógarásettu freistina, ella at umbønin verður avgreidd í rímiligari tíð. Eg fari við hesum at heita á Runavíkar kommunu um at skipa soleiðis fyri, at ein umbøn um innlit í mál og skjøl hjá Runavíkar kommunu verður avgreidd alt árið innan fyri lógarásettu freistina, ella at umbønin verður avgreidd í rímiligari tíð. Í tíðindaskrivi skrivar Niclas Johannesen, maður Lenu Anderssen, at konsertin í Løkshøll komandi fríggjakvøld, er útsett ein hálvan tíma, so fólk, sum hava hug at spæla gekk og eisini sleppa til útgávukonsertina hjá Lenu Anderssen, fáa henda møguleika. Lena og maður hennara Niclas hava verið mest at hoyrt sum duo seinastu árini, so framførslan á mentunarvikuni í Runavík er eitt serstakt høvi at hoyra Lenu spæla og syngja saman við orkestri, skriva tey í tíðindaskrivi Tað er nakað minni enn væntað, tí roknað var við, at 280 m skuldu brúkast til hendan partin, stendur skrivað á heimasíðuni hjá Landsverki . Brúgvadekkið varð stoypt 16. oktober 2014, og er nú liðugtgjørt. Sjálvt stoypiarbeiðið er liðugt í hesari verkætlan. Eftir er so fuktbjálving, uppseting av autoverju, og nakað av uppfylling av gróttilfari. Onkur smávegis eykaarbeiði eru eisini umbiðin, sum ikki nerva arbeiðsgongdina stórvegis. Eftir fráboðan frá Arbeiðstakaranum, verður alt arbeiðið liðugt síðst í november 2014. Á Skarvanesi búgva 12 fólk. Minsta bygdin í Sandoynni er ein gomul bygd við forvitnisligari søgu, sum Jákup Martin Debes, bóndi, greiðir frá í sendingini. Hjúnini Anna Katrin og Tórstein Holm búgva í Djúpadali, sum er tveir kilometrar frá Skarvanesi. Tey ferðast nógv og leggja ferðirnar til rættis eftir seyðahaldinum. Íslendska lóggávan um innflutning av feskum og viðgjørdum kjøti er í stríð við ES lóggávu. Tí arbeiða íslendskir myndugleikar í løtuni við at gera móttøkur, sum skulu taka ímóti burturkasti frá slaktinum. Ísland flytir út feskt og tilgjørt seyðakjøt til ES, og ES krevur at kjøtið lýkur evropiskar lóggávu um burturkast frá djórum. Sambært lógini skal hetta fyribeinast á permanentan máta, til dømis at tað skal brennast. ES býtir burturkast frá djórum í tríggjar vandabólkar, og tveir av hesum skulu burturbeinast permanent. Tað vil siga ikki tyrvast ella gravast niður, men brennast, orsakað av smittuvanda. Men ov fáa brennistøðir eru í Íslandi, sum kunnu taka ímóti burturkasti frá sláturvirkjum. Av átta sláturvirkjum í Íslandi, er bara eitt sum kann brenna sítt burturkast. Hini koyra leivdirnar burtur saman við øðrum burturkasti. Tíverri vórðu nógvar brennistøðir stongdar, tí tær luku ikki ES krøv. Men tað er sjálvandi greitt, at rættasta leiðin hjá okkum er at forkoma leivdum og smittuvandanum við at brenna tað, sigur Halldór Runólfsson, ráðgevi í íslendska vinnu og nýskapanarráðnum. ES hevur víst á, at Ísland fær undantak frá ES reglunum, um landið hevur brúk fyri tí, meðan fyrireikingar verða gjørdar. Tvey fólk hava seinasta árið arbeitt við eitt nú at tillaga íslendska lóg, so hon samsvarar við krøvini frá ES. Tillagingarnar eru sendar íslendska matvørustovninium og umhvørvisstovuni til viðmerkingar. Halldór Runólfsson viðgongur, at arbeiðið hevur tikið drúgva tíð. Vit hava vitað um trupulleikan og vit hava kunnað íslendsku stjórnina um hetta í fleiri ár. Men tað er altíð spurningur um pengar, og tí verri hevur hetta málið ikki havt hægstu raðfesting, sigur Halldór Runólfsson. Kanningarnar snúði seg serliga um brosmu, blálongu, gulllaks, stinglaks, langasporl, trantkongafisk og svartkalva. Fyri hesi fiskasløg varð skrásett longd, vekt, kyn og búningarstig, og haraftrat vórðu nytrur og magar tiknir til nærri greiningar í landi. Á túrinum vórðu heili 86 ymisk fiskasløg skrásett á djúpum leiðinum. Fleiri teirra vóru bert fingin í einum háli av teimum íalt 110 hálunum á túrinum. Hetta eru fiskasløg, sum fyri flest okkara eru heilt fremmand og í fleiri førum rættiliga serlig í skapi og útsjónd, so sum Boa drekafiskur, tussafiskur, glæmufiskur, snípuállur mynd , mjáikjaftur og Sloans ormfiskur mynd . Kristian Østergaard, greinari í Eik Markets, sigur, at lægri oljuprísur hevur við sær, at vøksturin í Evropa verður millum 0,25 og 0,40 prosent. Og lági oljuprísurin hevur eisini týdning fyri vøksturin í føroyska samfelagnum, tí vit innflyta olju fyri umleið 1,2 milliardir krónur um árið. Dagin fyri, at løgtingið fer at viðgera eitt uppskot frá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, um at lækka rentustuðulin, tekur Bárður Nielsen, formaður í fíggjarnevndini uppaftur, at hann tekur ikki undir við uppskotinum. Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu og 1. varamaður fyri Sjálvstyrisflokkin í løgtinginum, stillar ikki upp til næsta løgtingsval. Jógvan Skorheim sigur við Dag og Viku, at samgongan í býráðnum arbeiðir væl saman, og fleiri spennandi verkætlanir eru á skránni í kommununi. Tí hevur hann avgjørt ikki at stilla upp til løgtingsvalið, sum verður í seinasta lagi um eitt ár. Petrina hevur millum annað verið sjálvstøðugt vinnurekandi við egnum klædnahandli í Havn, starvast á TV2 og hjá Nordisk Film í Danmark, verið flogterna hjá Maersk og SAS, og so starvast hon eisini sum lýsingaráðgevi hjá Kvinnu og sum sølufólk hjá Guðrun og Guðrun. Hon fekk sína fyrstu dóttir, Belindu, sum átjan ára gomul og bleiv omma tá hon var 42. Yngstu døturnar, Sára og Lív, eru í dag sjey og fimm ára gamlar. 2. partur av søguni Tóra kjattið. Trine Bundsgaard skrivaði og Jenny Johannesen týddi. Elsa Maria Magnusardóttir sigur frá. Alexander Gaard setti saman. Tey leikandi eru Elsa Berg, Mary Persson, Lea Reginsdóttir, Kristina Klementsen, Jóhild Sørensen, Andreas Vilhelm Poulsen, Robert Bjarnason, Linda Røsvik Guttesen. Kristian Pauli Ellefsen t t Jógvan Skorheim er borgarstjóri í Klaksvík, og hann fer næstu árini at brúka alla sína politisku orku til býráðsarbeiðið í Klaksvík. Vit eru mitt í eini spennandi tíð í Klaksvík við einum sera góðum meirilutasamstarvi í býráðnum. Hetta arbeiðið vil eg raðfesta fram um annað politiskt arbeiði komandi árini, sigur Jógvan Skorheim. Jógvan Skorheim fekk næst flestar atkvøður á listanum hjá Sjálvstýrisflokkinum á løgtingsvalinum 29.oktober í 2011. Hann fekk 245 atkvøður. Ein útrokning, sum felagið Nótaskip gjørdi, eftir at ICES læt strandarlondunum tilmæli sítt um uppsjóvarfiskastovnarnar næsta ár, sigur, at føroyska makrelkvotan verður góð 40.000 tons minni næsta ár. Sambært Nótaskipum hava ES, Noreg og Føroyar bundið seg til at lurta eftir ICES frá 2015 til 2018 og áseta kvoturnar eftir tilráðingunum hjá ICES. Herluf Sigvaldsson, samráðingarleiðari hjá Føroyum, væntar, at strandarlondini vera liðug at samráðast um makrelin fyri 2015 nú í hesari vikuni. Kappingareftirlitið í Íslandi hevur meldað 11 starvsfólk hjá teimum báðum skipafeløgunum Eimskip og Samskip fyri í nógv ár at hava havt ólógligt samstarv og misbrúkt støðuna hjá feløgunum á marknaðinum. Eimskip og Samskip eru at kalla einaráðandi á íslendska farmaflutningsmarknaðinum, tey hava 70 prosent av marknaðinum, sum millum annað umfatar fiskaútflutning. Ein illgruni hjá kappingareftirlitinum er, at bæði skipafeløgini vóru samd um at hækka prísin, sum heilsølur í Íslandi lata fyri at fáa vørur sínar fluttar til Íslands. Í Íslandi gera fjølmiðlar eisini nógv burtur úr, at íslendska kringvarpið, RÚV, fekk fráboðanina hjá kappingareftirlitinum um skipafeløgini, hóast frágreiðingin um virksemið hjá teimum 11 starvsfólkunum er í trúnaði. Bæði Eimskip og Samskip hava kært, at frágreiðingin er likin til fjølmiðlarnar. Og kappingareftirlitið vil eisini hava kannað, hvør gav RÚV frágreiðingina um kartellvirksemið hjá skipafeløgunum. Garnaskipið got, sum síðani seinast í februar er umvælt á Tórshavnar Skipasmiðju, kom á Klaksvík í gjárkvøldið, og í dag fer manningin at rigga skipið til fiskiskap, skrivar Norðlýsið. Tað var 25. februar, at got fekk stóran skaða, tá uppsjóvarskipið Slættaberg rendi inn í síðuna á got, meðan got lá við bryggju í Klaksvík. Síðani er skipið umvælt hjá MEST í Havn. Upprunaliga var ætlanin, at got skuldi fara aftur til fiskiskap seinast í august, men tað er nakað seinkað. got fer aftur at royna eftir svartkalva við gørnum. Kanningin fevnir um allar næmingar í 5., 7. og 9. flokki í føroyska fólkaskúlanum, og verður kanningin gjørd í skúlunum í viku 46 og 47, tað vil siga í døgunum frá 10. 21. nov. 2014. Nágreinilig avtala um tíð og stað verður í næstum gjørd við skúlaleiðarar og flokslærarar í avvarðandi flokkunum, har fyriskipararnir eisini fara at greiða nærri frá mannagongdunum í sambandi við kanningina. Tað er Fróðskaparsetur Føroya Granskingardepilin, sum stendur fyri og ger sjálva kanningina, meðan ein fylgibólkur umboðandi Mentamálaráðið, Føroya Lærarafelag, Felagið heim og skúla og Skúlaleiðarafelagið fylgir arbeiðinum. Ætlanin við kanningini er at fáa til vega dagførda vitan um happing í skúlunum og eisini eina ábending um, í hvønn mun átøkini, sum sett eru í verk, hava munað, millum annað í hvønn mun happing er økt ella minkað í føroyska fólkaskúlanum síðani 2007. Kanningin, sum nú verður gjørd, verður lutvíst gjørd eftir sama leisti sum í 2007, men við dagføringum millum annað viðvíkjandi sosialum miðlum. Kanningin verður gjørd við spurnarbløðum. Avtala er gjørd við Fróðskaparsetrið, at kanningin við frágreiðing verður handað Mentamálaráðnum seinast í apríl 2015. Døturnar greiddu mær frá, hvussu bangnar tær vóru fyri at finna meg deyðan orsakað av mínum fiti. Tá visti eg, at eg mátti leita mær hjálp fyri at kunna lætna. Soleiðis sigur Jóan Pauli Joensen, fólkalívsfrøðingur. Í 2010 fekk hann eina skurðviðgerð ímóti fiti, sum fyri hann var einasta loysnin, skuldi hann hava eina vanliga kropsvekt restina av lívinum. Hóast eg fyri so vítt hevði tað gott, so var lívið blivið ov tungt, tí kroppurin orkaði ikki serliga væl at bera tey útvið 200 kiloini. Eg havi fleiri ferðir roynt ymsar klænkikurar, men tað hevur ongantíð verið ein varandi loysn fyri meg. Tí valdi eg eina gastric bypass skurðviðgerð, sigur Jóan Pauli Joensen. Suðurafrikanski ítróttarmaðurin Oscar Pistorius skal fimm ár í fongsul fyri at hava dripið unnustu sína í februar í fjør. Harafturat hevur 27 ára gamli OL rennarin fingið trý ára treytaðan dóm fyri ólógliga at hava skotið. Pistorius drap unnustu sína, tá hann heima hjá sær sjálvum skeyt hana fýra ferðir gjøgnum hurðina inn á baðirúmið. Sjálvur hevur Pistorius sagt, at hann helt tað vera innbrotstjóvar, sum goymdu seg har. Pistorius er eisini kendur sum Bladerunner, tí hann hevur beinprotesur. Hann luttók á Olympisku leikunum í London fyri tveimum árum síðani. At smyrja matpakka er eitt arbeiði, sum fleiri foreldur vilja vera fyriuttan. Foreldrini í seks skúlum hava í ár fingið møguleikan at sleppa undan stríðnum. Hetta er annað árið, at Tofta Skúli er partur av matarskipanini, og Marita Dalsgaard, skúlastjóri, letur væl at. Umframt Tofta Skúla hava Eysturskúlin í Havn, Skúlin á Hamrabyrgi á Argjum, Skúlin við Løkin í Runavík, Fuglafjarðar Skúli, og nú eisini Tvøroyrar Skúli meldað seg til matarskipanina hjá PM Pluss. Fyrsta kirkjukonsertin verður fríggjakvøldið klokkan 21 í Christianskirkjuni. onnur verður í Fríðrikskirkjuni leygardagin klokkan 14.30, og seinni sama kvøldið, klokkan 18.30, verður konsertin í Vesturkirkjuni. Sendiharrin hevði í gjár fund við uttanríkistænastuna á Løgmansskrivstovuni, og hann skal eisini hitta ríkisumboðið, landsstýrismenninar í menta og fiskivinnumálum, og hann skal eisini vitja Bakkafrost og Tórshavnar kommunu, áðrenn hann fer av aftur landinum í morgin. Nógv tey flestu óhappini, sum verða fráboðað, eru innan starvsøkið heilsu og røkt, har serliga nógvar kvinnur eru fyri óhappi Í fiskivinnuni og í byggivinnuni eru tað serliga menn, sum eru fyri óhappi. Nýggjar ES reglur eru á veg, sum fáa avleiðingar fyri teir stóru bankarnar. Inntrivini fara at hava við sær, at vanligt bankavirksemi skal slítast frá íløguvirkseminum í bankunum fyri at tryggja, at vánaligar íløgur ikki hava avleiðingar fyri samfelagsbúskapin. Mett verður, at stóru bankarnir í Danmark, sum fara at verða raktir av nýggju reglunum, eru Danske Bank, Nordea og Jyske Bank. Felagið hjá peningastovnunum í Danmark, Fíggjarráðið, ávarar á business.dk um, at uppskotið fer at kosta nógv fyri bankarnar. Ein meting hjá ráðnum sigur, at uppbýtið av bankavirkseminum fer at kosta 11 milliardir krónur árliga fyri hesar tríggjar stóru bankarnar í Danmark. Jesper Rangvid, professari á Copenhagen Business School, er ivingarsamur um ætlanirnar og heldur, at uppskotið fer at hava ov nógv negativ árin við sær. Eg meti, at vansarnir í hesum føri eru størri enn fyrimunirnir, sigur hann við finans.dk. Sven Giegold frá ES tinginum sigur, at nýggju reglurnar eru góð tíðindi fyri skattgjaldaran, sum ikki longur skal verða noyddur at rinda fyri váðafullan atburð hjá bankunum. ES nevndin skal verða liðug við uppskotið komandi ár, og síðani skal semja finnast um tað í Europatinginum og Ráðnum. Samgongan ætlar at spara átta milliónir krónur á játtanini til fólkapensjón í 2016. Spurningurin er tí,hvussu leingi vit øll fara at hava rætt til fólkapensjón, og hvussu stóra upphædd. Bumbuhóttanin kom í einum kjattrúmi á internetinum, og løgreglan gjørdi alt fyri eitt av at flyta øll starvsfólkini úr húsunum, skrivar DR. Á Sernámi verður arbeitt við at tillaga danskt tilfar, ið lærarar skulu brúka sum amboð fyri at staðfesta, um næmingar eru orðblindir. Í morgin fara 30 næmingar at búgva seg út til orðblindalærara, og arbeitt verður eisini við eini ætlan um at kanna børn á dagstovnum. Tað loypti hvøkk á fólk í Havn í morgun, tá sløkkiliðsbilar, við ljósum og sirenum, koyrdu niðan í Hoydalar í skúlatíðini. Tíbetur var talan um venjing. Umvælingarnar hava kostað, men reiðaríið hevur fingið endurgjald fyri ein part av mistu inntøkuni, og eigararnir eru væl nøgdir við umvælingararbeiðið. Umvælingararbeiðið varð mett at kosta umleið hálva fimtu millión krónur. Skaðin vísti seg tó vera størri, og tí hevur tað eisini verið dýrari at umvælt skipið, upplýsir reiðaríið. Í dag hoyra vit 3. part av søguni Tóra kjattið. Trine Bundsgaard skrivaði og Jenny Johannesen týddi. Elsa Maria Magnusardóttir sigur frá. Alexander Gaard setti saman. Tey leikandi eru Elsa Berg, Mary Persson, Lea Reginsdóttir, Kristina Klementsen, Jóhild Sørensen, Andreas Vilhelm Poulsen, Robert Bjarnason, Linda Røsvik Guttesen. Kristian Pauli Ellefsen Loyvt er annars alt árið at skjóta kráku, ravn, kjógva, skúgv, havhest, súlu og øll másasløg, tó er bert loyvt at skjóta ritu á sjónum. Ikki er loyvt at skjóta ella veiða annan fugl, enn áðurnevndu, og tað er galdandi uppi á landi yvirhøvur, eisini á vøtnum og firðum, víkum og sundum og á sjónum yvirhøvur út at fiskimarkinum. Og í líka nógv ár hevur verið tosað um at yvirtaka málsøkið. Bæði sitandi samgonga og undanfarna samgonga hava ætlað at yvirtikið útlendingamálini og eftirlitið á føroysku landamørkunum. Í 2009 undirskrivaðu Annika Olsen, landsstýriskvinna, og Birthe Rønn Hornbech, ráðharri, felagsyvirlýsing um hesa yvirtøkuna. Og longu í desember í 2003 vóru samráðingarnar og fyrireikingarnar til at taka útlendingøkið undir føroyska ábyrgd lidnar á embætismannastigi. Ein drúgv frágreiðing um málið varð eisini gjørd tá. Teir tríggir andstøðuflokkarnir, sum eiga nýggjasta uppskotið um yvirtøkuna, siga, at yvirtøkan fer at kosta landskassanum fimm milliónir krónur um árið. Tá Bakkafrost leygardagin avlúsaði í aliringunum, sum liggja á Árnafirði, hendi eitt óhapp, har meiri enn 1200 fiskar doyðu. Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost sigur, at tað hendir meira enn so, at fiskur doyr undir avlúsing, eins og leygardagin. Sigrun Brend hevur tosað við Regin Jacobsen, stjóra 27.januar er ST holocaustdagurin, altjóða minningardagur um jødatýningina undir seinna heimsbardaga og onnur fólkadráp eftir heimsbardagan. Bjarni Djurholm, løgtingsmaður, hevur spurt løgmann og landsstýrismannin í mentamálum um 27.januar verður almennur flaggdagur í Føroyum. Landsstýrið noyðist tó at viðgera spurningin neyvari, áðrenn støða verður tikin um almennan flaggdag 27.januar. Men í nógvum londum er holocaustdagurin minningardagur. Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, sigur í svari, at skal 27.januar veruliga festa røtur sum serligur minningardagur í Føroyum, er neyðugt at gera fyrireikingar saman við kommunum, skúlum, øðrum viðkomandi stovnum og fjølmiðlum. Bjørn Kalsø sigur, at hann í fyrsta umfari fer at leggja spurningin fyri landsstýrið og eftir tað taka støðu til, hvussu dagurin kann gerast meira sjónligur merkisdagur í Føroyum. Bjarni Djurholm minnir í sínum fyrispurningi á, at løgmaður tíðliga á vári í fjør og aftur í ár boðaði frá, at almennur holocaustdagur verður settur í gildi í Føroyum. Tjóðveldi hevur gjørt eitt lógaruppskot um privatan stuðul til politiskar flokkar, løgtingslimir og valevni og um roknskaparskyldu hjá flokkunum. Lógaruppskotið sigur, at flokkarnir skulu leggja fram roknskap, sum sigur millum annað, hvør gevur flokkinum og fólkum hansara pengar. Almenningurin veit tí ikki um og í hvønn mun politiskir flokkar, løgtingslimir og valevni eru privat stuðlað og tí hava fíggjarligt tilknýti til privatar stuðlar, sigur Tjóðveldi. Mona Nattestad Steintún og Torgunn Poulsen á Sernámi eru í løtuni holt við at gera eina skipan, ið skal kann øll børn í 3. flokki fyri orðblindi. Hetta hendir dagin eftir, at ein persónur, sum kanadiskir myndugleikar hava illgruna um at verða víðgongdur islamisktur, koyrdi á tveir kanadiskar hermenn á einum parkeringspláss í Quebec økinum. Kanadiski forsætisráðharrin, Stephen Harper, segði tá, at landið møguliga fór at hækka tilbúgvingina í sambandi við yvirgang, eftir beinleiðis hóttanir frá IS. Sambært talsmanninum hjá stjórnini, merkir hækkingin av hóttanarstiginum, at kanadiska fregnartænastan hevur ábendingar um, at ein persónur ella bólkur í Kanada ella í útlandi, hevur ætlanir um og er førur fyri at fremja yvirgang. 25 ára gamli maðurin, sum í gjár koyrdi á tveir hermenn, telist millum 90 persónar, sum myndugleikarnar hava eftirlit við. Hann ætlaði í januar at fara úr Kanada fyri at fara upp í heilagt kríggj, men varð steðgaður á flogvøllinum. Vit kunnu ikki handtaka fólk, tí tey hava víðgongdar hugsanir. Og tað var sera trupult at forða honum í tí, hann gjørdi. Sjálvt um vit høvdu havt eftirlit við honum í gjár, høvdu vit ikki vitað, at hann ætlaði at brúka bilin sum vápn, sigur Martine Fontaine, leiðari fyri trygdini hjá kanadisku løgregluni. Sambært kanadisku fregnartænastuni, CSIS, eru í minsta lagi 50 kanadiskir ríkisborgarar farnir uppí hernaðarligar islamistiskar bólkar í Miðeystri, skrivar Reuters tíðindastovan. Skipið er í nátt fleiri ferðir horvið á radaranum, men hollendsk krígsskip sóu Professor Logachev, tá skipið var miðskeiðis í Eystursjónum. Russiska oljutangaskipið, NC Concord, sum í fleiri dagar hevur ligið út fyri Stokkholmi, og sum hildið verður er móðurskip hjá kavbátinum, hevur samstundis sett kós móti Russlandi. Eg meti framvegis, at NC Concord hevur borið seg løgið at og kann helst setast í samband við virksemið undir vatnskorpuni í skergarðinum við Stokkhólm. At NC Concorde nú siglir aftur til Russlands, kann væl verða fráleiðingar atgerð, sum russarar duga so væl, sigur Tomas Ries, og leggur aftrat, hetta merkir helst samstundis, at Professor Logachev yvirtekur leiklutin sum móðurskip, ella hevur eina aðra uppgávu í hesum sambandi. Løgtingsins umboðsmaður hevur viðgjørt klagu um avgerðina hjá løgmansskrivstovuni, at nokta Kringvarpinum innlit í ítøkiligt skjal í málinum viðvíkjandi WTO gerðarrættarmálinum móti ES. Umboðsmaðurin metur ikki, at grundgevingin hjá løgmansskrivstovuni at nokta innlit er nøktandi, tí talan var um skjal, sum endurgav samskifti millum myndugleikar innan fyri ríkisfelagsskapin. Hinvegin kundi umboðsmaðurin taka undir við grundgevingini um, at talan var um innanhýsis skjal, men helt ikki, at tað var í lagi, at Løgmansskrivstovan ikki hevði mett um, hvørt skjalið innihelt upplýsingar, ið innlit átti at verða givið í sambært innlitslógini. Umboðsmaðurin heitir tí á løgmansskrivstovuna um at taka málið uppaftur til viðgerðar, og vísir í síni grundgeving á álit hjá donsku nevndini um alment innlit, har tað stendur, at ein almennur myndugleiki ikki BARA eigur at umhugsa, um innlitsumbøn kann noktast. Løgmansskrivstovan eigur eisini at umhugsa, um nakað forðar fyri, at myndugleikin leysgevur skjølini, HÓAST myndugleikin ikki hevur skyldu til tað. Tað var í sendingini Røddini fríggjakvøldið, at ein ung sálarsjúk genta greiddi frá, at tað var komið dátt við, at hon brádliga ikki fekk eitt bútilboð frá Almannaverkinum, sum henni var lovað. Gentan hevði glett seg sera nógv og hevði hugt eftir møblum, tá alt knappliga kortini varð av ongum. Á middegi í útvarpinum í gjár greiddi mamman frá, at frágreiðingin, sum tey høvdu fingið frá Almannaverkinum var, at grannar høvdu klagað. Útvarpið vendi sær síðani til Almannaverkið, har eitt umboð frá leiðsluni váttaði, at talan var um klagur frá grannunum ja, talan var um eina undirskriftsinnsamling, varð sagt. Almannaverkið skuldi leiga húsini frá Bústøðum, men ætlanin datt á gólvið. Í einum referati frá fundi millum Almannaverkið og Bústaðir 1. oktober stendur, at Bústaðir hava fingið klagu úr grannalagnum í mun til samansetingina av fólki. Bústaðir ber ótta fyri, at umdømið hjá Bústøðum verður skatt . Hesi tíðindini skaka grannar á Íslandsvegnum í Havn. Ein granni, sum ikki vil verða nevndur, sigur, at hvørki hann ella onnur, hann hevur tosað við, kenna nakað til klagur ella undirskriftsinnsavnan. Hann er harmur og argur um, at grannalagið verður brúkt sum syndabukkur í hesum málinum, og at tey verða løgd undir ikki at vilja hava sálarsjúk fólk í grannalagnum. Hetta passar snøgt sagt ikki, sigur hann. Meira um málið á middegi Ferðandi, sum koma úr vesturafrikansku londunum Sierra Leone, Liberia og Guinea, til USA, sleppa nú bert inn í landið, um tey koma um flogvallirnar O Hare, JFK, Newark, Washingtons Dulles ella Atlanta, har tey verða serliga væl kannað, skrivar BBC Heimsheilsustovnurin WHO, hevur kallað saman til fund, fyri at viðgera støðuna í USA. Higartil hevur ebolasmittan kosta umleið 4500 mannalív. har flestu eru deyð í londunum Sierra Leone, L iberia og Guinea. USA setur hesa trygdarlegur í gongd, tí amerikanarar eru sera óttafull um smittuvandan. Tríggir amerikanarar hava fingið smittuna, og ein teirra er deyður Tað hevur týdning, at børnini kenna ognarrætt til matin og soleiðis fáa størri hug at royna nýggjar matvørur, sum tey ikki kenna frammanundan, siga høvundarnir. Øll sum koyra ella ganga yviri við Strond kenna stóra hvíta húsið har danska hervaldið helt til í sløk 60 ár. Fá hava verið inni har, men nú verður høvi at síggja húsini í sambandi við eina sjónleikaraframførslu. Færøernes Kommando bleiv endaliga niðurlagt 31. december 2012. Í hesum sambandi varð gjørt av at lata landinum ognirnar hjá Færøernes Kommando, herundir Kommandørhúsini. Landið yvirtók formelt Kommandørhúsini og Mjørkadal Sornfelli hin 1. januar 2014. Tað er Landsverk sum umsitir hesar ognir vegna landið. Stevningin hjá Jørgeni Niclasen og sakførara hansara í tollmálinum varð viðgjørd á fyrireikandi fundi í dag. Tey, sum eru stevnd fyri ærumeiðing í sambandi við tollmálið, eru tey trý kringvarpsfólkini Dia Midjord, stjóri, Liljan Weihe, tíðindaleiðari og Jan Lamhauge, tíðindamaður. Gamlir redaktørurin á portalinum, Sveinur Tróndarson, er eisini stevndur. Hetta er ein óvanliga stórur vøkstur samanborið við virksemið seinastu árini, sigur Leivur Persson, deildarleiðari á Arbeiðseftirlitinum. Arbeiðið er framvegis í nógvum byggiverkætlanum, sum vórðu settar í gongd í fjør. Tí hevur Vinnumálaráðið í uppskoti til fíggjarlóg fyri næsta ár raðfest Arbeiðseftirlitið við 410.000 krónum í meirjáttan. Seinastu árini er byggivirksemið og annað framleiðsuvirksemið økt nógv. Hetta hevur viðført, at tørvur er á øktari orku til tess at fyribyrgja arbeiðsvanlukkur. Játtanin er í 2015 raðfest við 410.000 krónum til at fyribyrgja arbeiðsvanlukkur , stendur í viðmerkingunum til fíggjarlógaruppskotið. Samtykkir løgtingið uppskotið til fíggjarlóg næsta ár, fer Arbeiðseftirlitið at nýta meirjáttanina til at uppraðfesta skaran av eftirlitsfólkum, sigur Arbeiðseftirlitið. Játtanin til Arbeiðseftirlitið er annars skerd nógv seinastu árini. Skerjingin var serliga stór í 2011, meira enn 700.000 krónur. Tí var neyðugt hjá stovnsleiðsluni at minka um starvsfólkatalið úr 10,6 heilsársverkum við ársbyrjan í 2011 niður í 6 heilsársverk. Í eini roynd at niðurberja ebola sjúkuna, hava kanadiskir og amerikanskir granskarar í meira enn 10 ár arbeitt við at ment eina koppseting. Granskingin hjá teimum er nú komin so langt, at í hesi vikuni verða 800 koppsetingarroyndir sendar úr Kanada til Vesturafrika. Tað skrivar The Conversation. Nýggja koppsetingin hevur navnið VSV EBOV, vesicular stomatitis virus ebolavirus, sum er ein genspleisað virus, sum hevur basis í djóravirusinum, VSV, sum sprottin úr rabies virussini. Royndir eru gjørdar VSV EBOV á djórum, sum vórðu smittað við ebola, og VSV EBOV vísti seg at virka 100 prosent á øllum royndardjórunum, fýra vikur eftir at tey vórðu smittað, skrivar heimasíðan theconversation.som. Sambært heimasíðuni, er bara neyðugt við lítlari nøgd av koppsetingini, og trygdar profilurin er høgur, eisini hjá djórum við vánaligari immunverju. Christiano Ronaldo er hin besti. Í januar bleiv hann valdur til ársins leikara í heiminum, og í kvøld varð hann kosin hin besti í Evropa. Tí vilja løgtingsgrannskoðararnir nú hava Landsgrannskoðanina at grannskoða Strandferðsluna, sigur Reimund Langgaard, formaður hjá løgtingsgrannskoðarunum. Beinta Dam, landsgrannskoðari, sigur, at Landsgrannskoðanin kann grannskoða Strandfaraskip landsins, um hon fær pengar til tað arbeiðið. Christiano Ronaldo er hin besti. Í januar bleiv hann valdur til ársins leikara í heiminum, og í kvøld varð hann kosin hin besti í Evropa. Ronaldo hevur staðið seg sera væl í kappingarárinum 2013 2014. Hann var millum avgerandi leikararnar í Champions League finaluni millum Real Madrid og Atletico Madrid. Tí kom tað ikki óvart á tey flestu, at hann vann heiðurin frammanfyri Manuel Neuer Týskland og Arjen Robben Holland . Hóast tað ikki kom óvart á tey flestu, so var Ronaldo sjónliga rørdur, tá hann fekk heiðurin, sum tann besti í Evropa. Ein journalistur úr hvørjum evropeiskum landi atkvøddu. Leivur Frederiksen úr Kringvarpinum, umboðaði Føroyar. Ronaldo nakað heilt serligt 29 ára gamli Christiano Ronaldo hevur síðani hann kom til Real Madrid í 2009 tikið nógv met. Hann er tann leikarin sum skjótast skoraði 100 mál fyri Real Madrid. Ronaldo er eisini tann einasti Real Madrid leikarn, sum hevur skorað móti øllum La Liga feløgunum í einum kappingarárið. Talan er um bráðmál, sum Heilsumálaráðið sigur seg ikki hava vitað um, tá eykajáttanarlógin fór í løgtingið fyri einum mánað síðani. Talan er um nýggjan og sera kostnaðarmiklan heilivág, sum RADS, R det for Anvendelse af Dyr Sygehusmedicin, ikki hevur viðgjørt enn. Avvarðandi yvirlæknar meta, at viðgerðin fer at bøta munandi um útlitini fyri bata, og at viðgerðin skal vera í Føroyum, tí vit hava serfrøðina her. Heilivágsráðið tekur undir við yvirlæknunum, at talan er um serligt føri, og at stundir eru ikki at bíða eftir vegleiðing frá RADS í hesum føri. Og Vinnumálaráðið biður um góðar 370.000 krónur afturat til stuðul til skipasmíð, tí KJ Hydraulik hevur gjørt sáttmála um at byggja eina tvíkilju til útlendskan keypara. Stjórin á KJ Hydraulikki hevur kunnað Vinnumálaráðið um, at fleiri byggisáttmálar eru á veg, ein við keypara í Hetlandi í hesari vikuni og ein við føroyskan keypara í næstu viku. Hetta sigur ein granni á Íslandsvegnum í Havn, nú tey verða løgd undir at hava savnað inn undirskriftir og klagað um, at sálarsjúk fólk skuldu flyta inn í eini hús, sum Almannaverkið skuldi leiga frá Bústøðum. Stjórin í Bústøðum, Andras Róin, og Edvard Heen, stjóri í Almannaráðnum, eru ikki á einum máli, um hvat er hent. Hoyr alla søguna her SEV er somikið sterkt, at vandi er fyri, at ongin annar fer at bjóða upp á elveitingarverkætlanir. Tí eiga vit at umhugsa at geva privatum fyritøkum ein fyrimun fyri at styrkja tær at kappast móti SRV, sigur Jóhan Dahl, landsstýrismaður í orkumálum. Vánaligt hugskot, tí hetta verður dýrari fyri brúkaran, ávara Bogi Bech Jensen, professari í oljuverkfrøði, og Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum. Andstøðuflokkarnir minnast brotnu lyftini hjá løgmanni í makrelsamgonguni. Tí fara teir at taka seg væl betaltar, um teir skulu hjálpa Sambandsflokkinum at gera eina fiskivinnunýskipan. Tað halda Jón Brian Hvidtfelt, journalistur, og Sveinur Tróndarson, blaðstjóri á Dimmalætting, nú samgongan skal hava uppskot klárt til fiskivinnunýskipan innan 1. februar. 4. partur av søguni Tóra kjattið. Trine Bundsgaard skrivaði og Jenny Johannesen týddi. Elsa Maria Magnusardóttir sigur frá. Alexander Gaard setti saman. Tey leikandi eru Elsa Berg, Mary Persson, Lea Reginsdóttir, Kristina Klementsen, Jóhild Sørensen, Andreas Vilhelm Poulsen, Robert Bjarnason, Linda Røsvik Guttesen. Kristian Pauli Ellefsen Mentamálaráðið ætlar eisini at flyta rakstrarkendar uppgávur úr ráðnum til stovnar undir ráðnum, sum burturav skulu hava raksturin. Eftir bygnaðarbroytingina er eingin Fólkaskúladeild í Mentamálaráðnum. Og hana sakna skúlafólk, sigur Rigmor Dam, løgtingskvinna, í fyrispurningi til Bjørn Kalsø, landsstýrismann. Skúlaleiðslur geva ofta skarvin yvir eftir at hava roynt í nógvar dagar fáa samband við fakfólk viðvíkjandi fólkaskúlanum í Mentamálaráðnum, og tær venda sær tí til Lærarafelagið við spurningum og uppgávum, sum heilt greitt eru arbeiðsøkið hjá arbeiðsgevaranum, sum er Mentamálaráðið, hevur Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum, sagt við Skúlablaðið. Bjørn Kalsø sigur í svari sínum, at Mentamálaráðið hevur ikki fingið ítøkiligar formligar kærur ella klagur um trupulleikar í samskiftinum við viðskiftafólk eftir bygnaðarbroytingina. Atfinningarnar eru serliga um, at eingin Fólkaskúladeild er longur í Mentamálaráðnum. Men eingin hevur klagað um ítøkilig mál, sum Mentamálaráðið ikki hevur avgreitt, sigur landsstýrismaðurin, sum ikki lovar Rigmor Dam, at Fólkaskúladeildin kemur aftur. Kanadiska løgreglan heldur seg vita hvør maðurin var, sum seinnapartin í gjár skjeyt og drap ein hermann við ein minnisvarða yvir falnar kanadiskar hermenn, uttanfyri tjóðartingið, og síðani fór inn í tjóðartingið og skjeyt frá hond. Kanadiska løgreglan upplýsir samstundis, at ein annar kanadiari mánadagin drap ein hermann á einum parkeringsøki í býnum. Eisini tann maðurin hevði herfyri tikið við islamskari trúgv. Millum annað hevur australska stjórnin boðað frá, at trygdin við tjóðartingsbygningin í Canberra verður strangari í dag, enn hon hevur verið. Døturnar greiddu mær frá, hvussu bangnar tær vóru fyri at finna meg deyðan orsakað av mínum fiti. Tá visti eg, at eg mátti leita mær hjálp fyri at kunna lætna. Soleiðis sigur Jóan Pauli Joensen, fólkalívsfrøðingur. Í 2010 fekk hann eina skurðviðgerð ímóti fiti, sum fyri hann var einasta loysnin, skuldi hann hava eina vanliga kropsvekt restina av lívinum. Hóast eg fyri so vítt hevði tað gott, so var lívið blivið ov tungt, tí kroppurin orkaði ikki serliga væl at bera tey útvið 200 kiloini. Eg havi fleiri ferðir roynt ymsar klænkikurar, men tað hevur ongantíð verið ein varandi loysn fyri meg. Tí valdi eg eina gastric bypass skurðviðgerð, sigur Jóan Pauli Joensen. Johan Dahl, landsstýrismaður í Vinnumálum, hevur biðið Fíggjarnevndina hjá løgtinginum taka hálva millión av umsóknini um eykajáttan til Strandferðsluna, sum er tríggjar milliónir og 450.000 krónur Besta søgan í táttinum 650 orð í morgun var var søgan við heitinum Rúm við stjørnugólvi. Tann sum hevur skrivað søguna vil vera dulnevnd Skulu kvinnur hava størri stuðul enn menninir, verður skipanin fløkt at umsita, og foreldrauppgávan er felags ábyrgd hjá foreldrum, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, sum hevur svarað fyrispurningi frá Bjarna Djurholm, løgtingsmanni. Lestrarárið 2013 2014 fingu 620 lesandi barnastuðul frá Studna, 470 kvinnur og 150 menn. Tey eiga 1135 børn. Okkurt um 80 fingu serliga ískoytið, tí tey vóru stakir uppihaldarar. Stýrið fyri Norðoya Bú og Heimatænastu, hevur samtykt at seta Marnu Arge Ellingsgaard, sjúkrarøktarfrøðing, í starvið sum leiðari fyri samstarvið millum allar kommunurnar í Norðoyggjum, sum á nýggjárinum tekur yvir eldraøkið frá landinum. Tá ið umsóknarfreistin var úti, vóru íalt 11 umsóknir komnar til starvið sum leiðari fyri Norðoya Bú og Heimatænastu NBH . Setanarbólkur varð settur at viðgera umsóknirnar og at gera eitt tilmæli til stýrið, sum á fundi mikudagin 22. oktober 2014 samtykti at seta Marnu Arge Ellingsgaard í starvið. Marna er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur í 1990 og hevur drúgvar sjúkrarøktarfakligar royndir innan eldraøkið, við tað at hon hevur arbeitt í Heimatænastuni yvir eitt 18 ára tíðarskeið, bæði sum sjúkrarøktarfrøðingur og síðani í góð 5 ár sum leiðar á eldrasambýlunum í Klaksvík. Eisini hevur hon fakligar royndir innan heilsuverkið frá tí medisinska og tí kirurgiska økinum, frá instensivari deild, hospice og sum lærari í sjúkrarøkt á Fróðskaparsetrinum. 1. januar 2015 yvirtekur Norðoya Bú og Heimatænastu eldraøkið í Norðoyggjum frá landinum, og Marna Arge Ellingsgaard byrjar tá formliga í leiðarastarvinum. Nógvar fyrireikingar skulu kortini gerast innan ta tíð, har Marna sum leiðari hevur ein týðandi leiklut Myrku árstíðirnar, heystið og veturin, eru fyri nøkur tað sama sum vetrartyngd. Nú hava danskir granskarar funnið eina mekanismu í heilanum, sum kann verða atvoldin. Tað skrivar BBC.com. Mongdin av evninum, serotonin, sum er evnið ið gevur okkum kenslu av eydnusemi, kann, sambært granskarunum, hava stóran leiklut hjá fólki við vetrartyngd. Heilaskanningar av 11 fólkum sum líða av vetrartyngd vístu, sambært bbc.com, at protein, sum transporterar serotonin, burturbeinir meira serotonin um veturin enn um summarið, samanborið við 23 frískar persónar. Dagsljós hjálpir til at halda transportvirkseminum av serotonini stigunum nátúrligt niðri, men tá ljósa tíðin hvørvur um heystið, økist transportvirksemið av serotonini, og úrslitið av tí er lægri nøgd av serotonini, sigur Brenda McMahon, sum er ph.d. á Neurobio logisku granskingareindini á lærda háskúlanum í Keypmannahavn, við bbc.com. Hon sigur, at frísk fólk hava ikki øktan transport av serotonini, og tað merkir, at persónurin hevur nóg mikið av serotonini allan veturin. RAN var yvirhøvur ikki egnaður at virka sum móðurskip, og tí uppstóð trupulleikin við leysa, óinnpakkaða fiskinum í lastini umborð á skipinum. Hetta skrivar Norðlýsið Tað er niðurstøðan í eygleiðarafrágreiðingini, sum VØRN hevur latið føroyska fiskiveiðieftirlitinum og sum Norðlýsið hevur fingið innlit í. Jákup Bogi Joensen tekur saman um. Lars Olsen, landsliðsvenjari hevur fyribils úttikið 21 leikarar í samband við EM undankappingardystin móti Grikkalandi 14.november. Størsti vøksturin í nøgd er at finna í øðrum botnfiski, eitt nú longu, har nøgdin er vaksin góð 40 prosent í mun til í fjør, skrivar Hagstovan á heimasíðuni. Tað sæst á virðinum á avreiðingunum, at prísirnir roynast eitt vet betri í ár enn í fjør. Yvirhøvur er avreiðingarvirðið nakað frægari á botnfiskinum í ár. Sjálvt um nøgdin á botnfiskinum ikki er frægari enn í fjør, so veksur virðið tó við 6 . Fyrstu tríggir ársfjóðringarnir í ár geva eina ábending um, at feskfiskaveiðan í ár heldur ikki fer at hilnast væl. Afturgongdin, sum hevur verið í avreiðingunum seinastu árini, heldur fram. Fyrstu 9 mánaðirnar í ár vórðu fiskað góð 53.000 tons av botnfiski, og selt var fyri 504 milliónir krónur, sum er góðar 13 milliónir krónur meir enn í fjør, hóast nøgdin er á leið tan sama. Verður samanborið við sama tíðarskeið undanfarin ár, so sæst, at veiðan fyri er vánalig. Nøgdin av botnfiski er støðugt minkað seinastu nógvu árini, og kann samanberast við vánaligu fiskiárini fyrru helvt av 90 unum. Veiðan nú er verri enn ringastu árini tá, sæst á heimasíðuni hjá Hagstovuni. Hóast Sea Shepherd hevur kunngjørt, at tey koma aftur til Føroya næsta ár, og teir tríggir bátarnir sannlíkt verða brúktir aftur tá í herferðini Grindstop, heldur rætturin, at bátarnir verða ikki brúktir til vandamiklari kriminalitet enn teir eru brúktir til higartil í Føroyum. Tá so virðið á hvørjum báti er 350.000 krónur sambært deildini hjá Sea Shepherd í Fraklandi, sum eigur bátarnar, svarar tað á hátt ongan til, at felagsskapurin missir bátarnar. Har er ikki samsvar ímillum, sigur rætturin. Tey átta fólkini, sum vóru í bátunum á Sandi, fingu 1.000 krónur hvørt í bót fyri at bróta grindakunngerðina og politiviðtøkuna. Tey skulu eisini gjalda sakarkostnaðin. Upplýst varð í rættinum, at offshoreparturin, tað er virksemið á sjónum, í Føroyum í summar kostaði fronsku deildini hjá Sea Shepherd 400.000 evrur, tríggjar milliónir krónur. Eisini varð upplýst, at politiið brúkti nógvar milliónir krónur, upphæddin er tveysiffrað, til tilbúgvingina, meðan Sea Shepherd var í Føroyum. Seinastu Sea Shepherd fólkini fóru úr Føroyum fyrst í oktober. Men Sea Shepherd hevur longu boðað frá, at tey koma aftur hendanvegin næsta summar. Hesaferð vitja vit í Skúvoy. Lea Johannessen er í vangamyndini hesaferð. Hon er úti í Skúvoy, og tekur ímóti Felisiu, sum kemur við Sildberanum. Lea dugir væl at greiða frá, um har Sigmundur Brestisson búði, og um Sigmundarsteinin í kirkjugarðinum. Og so er tað tann gamli svimjihylurin, sum ikki riggar so væl meir. Dunnurnar og veðrarnir, øll fáa tey okkurt frá Leu. Jú úti í Skúvoy er gott at vera. Og so Mínar Damur og Harrar er at gita hvørjum hundurin líkist hesaferð. Klárar tú longu fyrstu ferð Nei Hundurin er fyrst í einari blusu, ber til at gita hvat hann er nú Nei So fer hann í eitt skinn, ber til at gita rætt nú men so nei, sigi ikki meir Hundurin hevur hendurog tað sær stuttligt út. Kob er longu klár, tá Felisia kemur við fruktini. Og er fruktin skorin so, sum Kob ger, ja, so hava øll sum hyggja, fingið enn eitt gott hugskot til matpakkan. Ella at bjóða góðum vinum. Einum vinmanni dámar betur, tá vit bjóða, enn tá hann skal bjóða sjálvur, skrivar ein lurtari. Also panelið staðfestir, at vinmaðurin er gírigur, og at hann skal ikki sleppa við tí. Tey koma við nøkrum uppskotum um, hvussu ein tílíkur vinmaður skal taklast. Hinir spurningarnir snúgva seg um mannin, sum hevur ov góðan hug til fløskuna, um mammu, sum ger mun á synunum og um eina systur, sum í áravís hevur vitað, at beiggin er ótrúgvur. Terje Sigurðsson sigur við Kringvaprið, at enn sita partarnir hvør sær, men realitetssamráðingarnar byrja væntandi miðskeiðis í næstu viku. Partarnir ásannaðu týsmorgun í seinastu viku, at samráðingarnar, sum byrjaðu 17.september, bóru ikki á mál og sendu tí boð eftir Semingsstovninum. Fýra feløg eru við í samráðingunum, Føroya Handverksmeistarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna. Sáttmálarnir vóru galdandi til 1.oktober, men teir eru longdir. Boðað er ikki frá verkfalli ella verkbanni, so fyribils verður arbeitt eftir gomlu sáttmálunum. Prísurin á bensini í Danmark er nú komin niður á 10krónurog 60. Tað er á eini bensinsølustøð í Kolding. Tað vil siga, at danski prísurin nærkast okkara prísi. Her er vert at hava í huga, at í Danmark hava tey grøn avgjøld, sum vit ikki hava her. Sambært tølum frá heimasíðunum hjá oljufeløgunum í Føroyum, Magn og Effo, kostaði, 15. september, 1 litur av bensini 10,64, í dag kostar hann 10,44. Og 1 litur av diesel kostaði 15. september 9,05, og í dag kostar hann 8,89. Spurningurin er, hví ikki størri sveiggj eru í prísurin á bensini og diesel í Føroyum í mun til úti í heimi. Og framtíðar samstarvið millum Almannaverkið og Bústaðir verður torført, um Bústaðir heldur seg skula avgera, hvør skal búgva í hølum, Almannaverkið leigar frá Bústøðum, sigur Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum. Løgtingið hevur í dag avgjørt at landstýriskvinnan í Almannamálum, Annika Olsen, skal svara fyrispurningi frá Sirið Stenberg, løgtingskvinnu fyri Tjóðveldi og Rigmor Dam løgtingskvinnu fyri Javnaðarflokkinum, um hvat er hent í málinum um Íslandsveg 22 í Havn. Sambært tølum hjá Landsverki, var seinasti vetur lýggjur við lítið av kava. Bert 75 hálkudagar vóru, og hetta er lægsta í nógv ár. Bakkafrost skrivaði í dag undir sáttmálar fyri eina fjórðings milliard krónur við veitarar, sum skulu byggja nýggja virkið hjá felagnum. Runavíkar kommuna hevur rindað 20 milliónir krónur fyri útfyllingina til nýggja virkið hjá Bakkafrosti, og nýggja bryggju, sum er 30 metrar long. Tað heldur Kristianna Winther Poulsen, sum í løtuni situr á tingi fyri Sjálvstýrisflokkin. Hon heldur, at flokkurin hevur nógvar trupulleikar at dragast við, og hon veit ikki í løtuni, um hon fer at stilla uppaftur fyri Sjálvstýrisflokkin. Tilsamans fingu tey bæði, sum eru nummar tvey og trý á listanum hjá Sjálvstýrisflokkinum, 445 atkvøður. Jógvan Skorheim fekk 245 atkvøður og Kristianna Winther Poulsen 200 atkvøður. Tú kanst ikki siga fólki frá kærleika Guds niður á tóman búk, segði William Booth onglendingurin, ið setti Frelsunarherin á stovn. Níti ár eru, síðani byrjað var í Føroyum, og her eins og aðrastaðni eru fólk, ið hava brúk fyri teirri hjáp, Frelsunarherurin kann veita. Njál McKay Djurhuus er gestur í Vangamyndini í annaðkvøld áðrenn hann fer á hátíðarmøti at leggja fram søguna, hann hevur skrivað um Frelsunarherin í Føroyum. Kringvarpið lýsir í tveimum sendingum søguna um húsagangin hjá Eik. Fyrri partur er um tíðina, tá Føroya Sparikassi broyttist til ein altjóða banka, sum vann skjótar pengar upp á váðafulla fígging kring allan heimin. Tað kostar løgtinginum tvær milliónir og 850.000 milliónir krónur í ár at fáa lutin hjá Kára P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismanni, og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, í málinum um privatu ætlanina um Eysturoyartunnilin kannaðan. 5. og seinasti partur av søguni Tóra kjattið. Trine Bundsgaard skrivaði og Jenny Johannesen týddi. Elsa Maria Magnusardóttir sigur frá. Alexander Gaard setti saman. Tey leikandi eru Elsa Berg, Mary Persson, Lea Reginsdóttir, Kristina Klementsen, Jóhild Sørensen, Andreas Vilhelm Poulsen, Robert Bjarnason, Linda Røsvik Guttesen. Kristian Pauli Ellefsen Tey trý strandalondini hava eisini bundið seg at semjast um eina heildarkvotu, sum er grundað á vísindaliga tilmælið frá altjóða havgranskingarstovninum ICIS Tað er eitt risastig framá, at danska lógin um løggilding av sálarfrøðingum nú eisini er galdandi í Føroyum, sigur felagið Føroyskir sálarfrøðingar. Tað er umráðandi at staðfesta í lóg, hvør kann brúka heitið sálarfrøðingur. Higartil hevur so at siga hvør Hanus og Janus kunnað boðið seg fram sum sálarfrøðing. Tað ber ikki til longur, sigur felagið. Nú er ásett við lóg, hvør kann brúka heitið sálarfrøðingur, hvør kann fáa løggilding sum sálarfrøðingur og hvørjar treytir, eitt nú um viðurkenda útbúgving, fylgja við løggildingini. Hetta merkir fyrst og fremst, at viðskiftafólk hjá sálarfrøðingi hava lógartrygd fyri tænastuna, tey hava biðið sálarfrøðingin um. Sambært lógini hava sálarfrøðingar tagnarskyldu. Men lógin sigur eisini, at sálarfrøðingar hava víðkaða upplýsingarskyldu, til dømis tá talan er um børn, sum eru í vanda fyri at vera fyri umsorganartroti. Psykolognævnet í Danmark avger, hvør lýkur treytirnar fyri at kalla seg løggildan sálarfrøðing í Føroyum. Nevndin hevur eisini eftirlitið við sálarfrøðingum í Føroyum. ES londini eru samd um at minka útlátið av veðurlagsgassum við minst 40 prosentum í 2030, í mun til útlátið í 1990. Og londini hava sett sær fyri at tá skulu 27 prosent av orkuni vera grøn orka. Sostatt standa ES londini saman um eitt felags uppskot á altjóða veðurlagsfundinum sum verður í Paris næsta ár. Men londini hava samstundis tryggjað sær, at tey kunnu minka um málið, um onnur lond í heiminum ikki fylgja við. Londini eru kortini ikki samd um, hvussu nógv hvørt landið skal minka um útlátið, og tann spurningurin er eftir at loysa. Londini miða eftir, at í 2030 skal 27 prosent minni orka nýtast til at støvsuga, hita í húsum og til at koyra bil. Tað eru kortini trupulleikar eftir at loysa, tí Poland fær 80 prosent av sínari orku frá kolorkuverkum, sum dálka sera illa. Og so er Týskland, sum er størsti búskapurin í ES, tí har endar rokningin sum oftast, tá talan er um at fáa semjur ímillum ES londini. Tað heldur Fíggjarnevndin hjá løgtinginum, sum minnir landsstýrismannin á, at hálv onnur millión krónur er í fíggjarlógini til júst hetta endamálið, at lækka prísirnar. Í álitinum um uppskotið hjá landsstýrinum um eykajáttanir ger ein samd Fíggjarnevnd vart við, at í fíggjarlógini fyri 2014 er sett av hálv onnur millión til at lækka prísir á ferðaseðlum, og væntar nevndin at landsstýrismaðurin setur hetta í verk sum skjótast. Minnilutin í Fíggjarnevndini, Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin, vil ikki taka 800.000 krónur av játtanini til at umvæla almennar bygningar, og minnilutin vil heldur ikki taka 200.000 krónur frá Útlendingastovuni, men brúka pengarnar til integratiónspolitikk. Í gjár, hósdagin, fekk Spencer fepur og hevði leyst lív, og setti seg alt fyri eitt í samband við sjúkrahúsið, Bellevue Hospital í New York, har staðfest varð, at hann hevði ebola. Svenska verjan sigur í tíðindaskrivi í morgun, at stóra leitingin eftir einum kavbáti í svenska skergarinum, er avblást. Hetta skrivar NRK í morgun Vit halda, at akfarið er farið úr svenskum farvatni, og tí er leitingin avblást, sigur Anders Grenstad, undirflotaharri í svensku verjuni. Hildið verður ikki, at talan hevur verið um kavbát, men heldur eitthvørt akfar, sum nú er horvið. Morgunsendingin hittir Sigvør Laksá, fyriskipara og Hans Mourits Foldbo, vert. Tey, ið spæla á Hoyma í ár eru Hanus G. Johansen, Sámal Ravnsfjall, Marius Ziska, Greta Svabo Bech, Ólavur Jacobsen, Dánjal á Neystab , Guðrið Hansdóttir, H gni og AVE Benjamin Petur Tað er soleiðis at medisinið verður betri og betri, men eisini dýrari og tí vil sjúkrahúsverkið hava eina hálva miljón afturat í ár til serligan sjúkrahúsheilivág. Í útvarpsstovuna eru nú komnir Sigurd Ó. Vang sjúkrahússtjóri og Niels Joensen farmaseutur á landssjúkrahúsinum. Óluva Djurhuus sigur frá, hví hon fór longu pílagrímuferðina til Santiago. Hon vildi kanna eftir, hvussu tað var at ferðast við sjálvum sær og við Jesuspápa. Niðurstøðan er, at hon ikki var so galin at ferðast saman við og Jesuspápin var har allatíðina. Í tilverustólinum er Hansa Jacobsen Sendingin Mentanarcaf in úr Norðurlandahúsinum 23. oktober var tema um føroyskar innstillingar til mentanarvirðislønir Norðurlandaráðsins. Í sendingini vóru Tróndur Bogason, sum er í uppskoti at fáa tónlistavirðislønina, Sunleif Rasmussen, sum metti um verk og møguleikar hjá Tróndi, Turið Sigurðardóttir, sum situr í nevndini fyri barna og ungdómsbókmentavirðislønina, og Bergur Djurhuus Hansen, sum metti um yrkingasavnið Fjalir eftir Tórodd Poulsen, sum Føroyar hava tilnevnt til bókmentavirðislønina. Millum tey heimleysu á gøtunum í Oslo gongur føroyski Njál Djurhuus heimavandur. Hann hevur í ein mansaldur gjørt hjálpararbeiði hjá Frelsunarherinum. Serliga hevur hann brúkt orku uppá at hjálpa rúsdrekka og rúsevnismisnýtarum. Mynduleikarnir í Mali søgdu í gjár, at ein tvey ára gomul genta hevði fingið staðfest ebola. Mali er sostatt sætta afrikanska landið, sum er rakt av ebolasmittuni. Heimsheilsustovnurin WHO, hevur sent tríggjar serfrøðingar til Mali, at kanna, hvussu álvarslig støðan er, og fýra serfrøðingar afturat eru klárir at fara eisini, um boð verður eftir teimum. Døturnar greiddu mær frá, hvussu bangnar tær vóru fyri at finna meg deyðan orsakað av mínum fiti. Tá visti eg, at eg mátti leita mær hjálp fyri at kunna lætna. Soleiðis sigur Jóan Pauli Joensen, fólkalívsfrøðingur. Í 2010 fekk hann eina skurðviðgerð ímóti fiti, sum fyri hann var einasta loysnin, skuldi hann hava eina vanliga kropsvekt restina av lívinum. Hóast eg fyri so vítt hevði tað gott, so var lívið blivið ov tungt, tí kroppurin orkaði ikki serliga væl at bera tey útvið 200 kiloini. Eg havi fleiri ferðir roynt ymsar klænkikurar, men tað hevur ongantíð verið ein varandi loysn fyri meg. Tí valdi eg eina gastric bypass skurðviðgerð, sigur Jóan Pauli Joensen. Døturnar greiddu mær frá, hvussu bangnar tær vóru fyri at finna meg deyðan orsakað av mínum fiti. Tá visti eg, at eg mátti leita mær hjálp fyri at kunna lætna. Soleiðis sigur Jóan Pauli Joensen, fólkalívsfrøðingur. Í 2010 fekk hann eina skurðviðgerð ímóti fiti, sum fyri hann var einasta loysnin, skuldi hann hava eina vanliga kropsvekt restina av lívinum. Hóast eg fyri so vítt hevði tað gott, so var lívið blivið ov tungt, tí kroppurin orkaði ikki serliga væl at bera tey útvið 200 kiloini. Eg havi fleiri ferðir roynt ymsar klænkikurar, men tað hevur ongantíð verið ein varandi loysn fyri meg. Tí valdi eg eina gastric bypass skurðviðgerð, sigur Jóan Pauli Joensen. Skipanin kemur í gildi á Sandoyarleiðini og á Nólsoyarleiðini í dag, og kostnaðurin fyri at sigla verður óbroyttur. Strandferðslan miðar eftir, at skipanin so líðandi verður sett í verk á Svínoyar, Kallsoyar, Skúvoyar og á Mykinesleiðini og eisini á Suðuroyarleiðini. Vinnukærunevndin hevur staðfest avgerðina hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni um fiskin hjá trolaranum Ran, sum ikki kann seljast til matna. Ítøkiligar umstøður vóru í sambandi við frystingina og landingina av fiskinum, sum hava við sær, at fiskurin kann metast at bera ella kunna vera atvold til sjúku, tí fiskurin kann vera dálkaður. Heilsufrøðiliga Starvsstovan vísti til eina ávísa grein í matvørulógini, sum P f Thor, sum eigur Ran, ikki heldur kann brúkast í hesum førinum. Men tað kann hon, sigur Vinnukærunevndin. Einastu møguleikar vóru antin at blaka fiskin fyri borð ella frysta hann í lastini. Avgjørt varð at frysta fiskin óinnpakkaðan í lastini. Fiskurin hjá Ran, tey 70 tonsini, sum sambært Heilsufrøðiligu starvsstovuni og Vinnukærunevndini ikki kann brúkast sum matvøra, liggur enn á frystigoymslu. Longu nýggju ára gamal visti Njál Mackay Djurhuus, at hann vildi brúka sítt lív uppá at hjálpa menniskjum í neyð, og tað hava kona hansara, Erna, og hann gjørt í ein mansaldur. Heimavand ganga tey millum rúsdrekka. og rúsevnismisnýtarar í gøtunum í Oslo og rætta teimum eina hjálpandi hond, tá øll onnur hava givið upp. Í vangamyndini í kvøld greiðir Njál Mackay Djurhuus frá hjálpararbeiðnum í Oslo, um sjálvur ikki at kenna sín uppruna og um leiklutin hjá Frelsunarherinum í dag. Hóast lítil í vavi enn, hevur fyritøkan, Mikkalina Glas, kortini vakt ans bæði her heima og uttanlands fyri fjølbroyttu og litríku framleiðslu sína av størri og smærri glaslutum, umfatandi alt frá smúkkum til fiskaføt. Hans David Vík hevur havt áhugað fyri føroyskum dansi síðani hann gekk í Skúla í Vík. Har er dansurin dottin niður fyri, men hann hevur verið virkin í Norðstreymoyar Dansifelag síðani tað varð stovnað fyrst í sjeytiárunum. Hans Dávid hevur verið til fleiri av upptøkunum, sum gjørdar eru, og minnist væl, tá Axel Tórgarð var í Tjørnuvík og tók upp Skapilsisvísuna, sum ikki hevur verið at hoyra í mong ár. Guðrun Horn Snæbjørnsdóttir varð kynsliga misnýtt sum barn. Í fleiri ár gjørdi abbi hennara seg inn á hana. Hesum greiðir hon frá í filmi, sum verður vístur á stuðulstiltaki, sum Kris skipar fyri sunnudagin Hóast abbi Guðruna varð funnin sekur í Føroya Rætti, gekk hann leysur í eitt ár, áðrenn landsrætturin staðfesti dómin. Hetta er eitt tekin um, at skipanin ikki riggar, heldur mamma Guðruna, Turið Horn. Næsta ár er ætlanin at kanna allar næmingar í 3. flokki fyri orðblindni, men enn vita lærararnir ikki, um skúlarnir fáa neyðugu tímarnar, so næmingarnir, ið hava fingið staðfest, at teir eru orðblindir, kunnu fáa hjálp. Lærararnir, ið taka útbúgvingina sum orðblindalærarar, eru 27 í tali og 12 av teimum eru fólkaskúlalærarar. Skeiðstímarnir eru 300 í tali, og útbúgvingin tekur eitt ár. Størsta avbjóðingin verðr at fáa allar flokkar at kenna, at fyrisitingin riggar væl, og at munur ikki verður gjørdur á flokkunum. Jonhard Klettheyggj er løgfrøðingur, og hann hevur millum annað starvast hjá Løgtingsins Umboðsmanni, og er í løtuni leiðandi løgfrøðingur í Almannamálaráðnum og Heilsumálaráðnum. Endamálið við framsýningini er millum annað at prika áskoðanina um há og lág mentanarlig listaverk, og at lýsa, hvussu søgur verða gjørdar í tekningum og teknirøðum. Seinni í kvøld verður greitt, um høvuðsvinningurin í Gekkinum hjá Kringvarpi Føroya, verður vunnin. Fyrr í dag mátaðu vit hitan á Føroyum, sum mugu sigast at hava fingið sannan gekkafepur. Vit fingu eisini at eit prát við barnanna umboðsmann, Sólju í Ólavstovu, sum greiddi okkum at børn og ung nú hava møguleika at klaga. Bókin er í 11 pørtum. Eyð Berghamar Jacobsen lesur. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2013. Bókin Lat eisini meg er nýggj upprunaføroysk bók um happing. Ein hjartanemandi søga um at kenna seg uttanfyri Halldóra Dam hevur skrivað bókina, sum eisini er fyrsta bók úr hennara hondum. Bókin er um gentuna Drós, sum verður illa happað í flokkinum. Hvør einasti dagur er eitt satt stríð at koma ígjøgnum, tí hon veit ongantíð, hvat hon kann vænta sær. Drós gongur einsamøll við hesum, ongin veit av nøkrum uttan sjálvandi happararnir. Men so ein dagin kemur Rita at ganga í flokki saman við Drós, og tá fer knappliga okkurt at henda, tí Rita ræðist ikki, hvat onnur halda, at ein eigur at gera. Hon hevur sín egna vilja, og hon vil vera saman við Drós, tí henni dámar hana Hetta er ein bók beint úr gerandisdegnum og lýsir eitt fyibrigdi, sum nógv børn tíverri kenna aftur. Bókin er serliga væl egnað til tey 9 til 12 ára gomlu. Hon er 96 bls., og unga Bjørk Jónheðinsdóttir Tróndheim hevur gjørt permuna. Nú er tað veruleiki, sum Kaj Leo Holm Johannesen løgmaður róði fram undir í august, tá hann úttalaði seg um málið viðvíkjandi garnaskipinum Anitu. Løgmaður hevur nú tikið avgerð um, at garnaskipið Anita missur veiðu og fiskiloyvið, og hann hevur boðað reiðarínum frá avgerðini. Í viðmerking til avgerðina sigur løgmaður, at Vørn hevur staðfest álvarslig brot á lógina um vinnuligan fiskiskap og kunngerð um skipan av fiskiskapinum eftir havtasku og svartkalva við gørnum á føroysku landleiðini. Vørn hevur í skrivi til Fiskimálaráðið í apríl mælt landsstýrismanninum í fiskivinnumálum til, at veiði og fiskiloyvi hjá fiskifarinum Anitu, verða tikin aftur fyribils, til endaligur rættardómur fyriliggur í málinum. Eftir at hava viðgjørt málið, hevur løgmaður gjørt av, at øll veiðu og fiskiloyvi hjá fiskifarinum Anitu verða tikin aftur fyribils í tíðarskeiðinum frá 1. november 2014 og til endaligur dómur fyriliggur í revsimálinum, sum er ávegis í rættin. Allur fiskiskapur skal halda uppat á midnátt næsta leygarkvøld. Talan er um veiðuloyvi frá 1995 um havtaskuveiðu, og fiskiloyvið frá 29. august í ár, um fiskiskap eftir svartkalva og havtasku á landleiðini fyri verandi fiskiár. Nýggj loyvi kunnu ikki útskrivast í verandi tíðarskeiði, stendur í boðunum frá Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, til partafelagið Seta, sum eigur Anitu. Fíggjarligt Støðufesti krevur tilsamans meira enn tríggjar milliardir krónur frá teimum, sum høvdu ábyrgdina av, at sjey bankar fóru á húsagang eftir fíggjarkreppuna. Í nøkrum málum er grannskoðanin eisini stevnd eftir endurgjaldi. Millum bankarnar eru Eik Banki, bæði í Danmark og í Føroyum. Kravið ímóti danska bankanum er 250 milliónir krónur og ímóti føroyska bankanum 150 milliónir krónur, tilsamans 400 milliónir krónur Í Capinordic Bank eru tríggir stevndir eftir 400 milliónum krónur í endurgjaldi, men grannskoðanin er ikki stevnd. Sakarmálið byrjaði mánadagin og skal eftir ætlan enda í apríl næsta ár. Í Roskilde Bank eru 11 fólk kravd eftir einari milliard krónur Sakarmálið byrjar 7. september næsta ár, og skal vera liðugt í januar í 2017. Í Amagerbankanum eru eisini 11 fólk kravd eftir 801 milliónum krónur, men grannskoðanin er ikki stevnd. Sakarmálið byrjar í Lyngby 6. apríl í 2016, og væntast at vara í meir enn eitt ár. Í EBH bankanum eru 17 fólk stevnd fyri rættin og kravið er 700 milliónir krónur Málið byrjar í vestara landsrætti 4. september í 2017 og skal vara tað nógva av 2018. Í Eik banka Danmark eru átta fólk kravd eftir 250 milliónum krónur Eystari landsrættur hevur ikki enn sett málið á skránna. Tey stevndu hava biðið rættin um at vísa málið frá sær, men tey fingu ikki viðhald í tí. Nú er tíðin komin, at klokkan skal flytast frá summartíð til vetrartíð. Tað verður altíð gjørt seinasta sunnudag í oktober. Hetta ber í sær, at vit kunnu sova ein tíma longur í nátt, men so mugu vit minnast til at flyta klokkuna. Tá klokkan er tvey í nátt, skal hon verða flutt aftur til klokkan eitt. Johan Dahl, landsstýrismaður í Vinnumálum, fær eina hvassa átalu frá landsstýrismálanevndini, og minnilutin í nevndini heldur, at brot er framt á lóg um ábyrgd landsstýrismanna, men hóast hvøssu átaluna, so heldur meirlutin í landsstýrismálanevndini ikki, at Johan Dahl hevur brotið lógina um ábyrgd landsstýrismanna NSÍ ÍF 4 2 1 1 1 0 4min Jens Joensen 1 1 41min Clayton Soares 2 1 49min Christian Høgni Jacobsen 3 1 50min Klæmint A. Olsen 3 2 56min Kristoffur Jacobsen 4 2 86min Andy Olsen Víkingur B68 3 1 2 0 1 0 18min Hanus Jacobsen 2 0 37min Finnur Justinussen 2 1 75min Jónleif Højgaard 3 1 83min Finnur Justinussen Tað staðfestir ein samd Landsstýrismálanevnd, sum gevur Johan Dahl, landsstýrismanni í Vinnumálum, hvassa átalu fyri handfaringina av málinum um fíggjarliga óskilið á Strandferðsluni. Minnilutin í nevndini heldur, at Johan Dahl hevur ikki hildið lógina um ábyrgd landsstýrismanna, men hóast hvøssu átaluna, so heldur meirlutin í landsstýrismálanevndini ikki, at Johan Dahl hevur brotið lógina um ábyrgd landsstýrismanna. Tey ungu í framhaldsdeildini í Klaksvík sleppa nú at verða býráðspolitikarar ein dag um árið og samstundis siga teimum vaksnu býráðspolitikarunum greitt, hvat ungdómurin í býnum ynskir. Býráðið í Klaksvík hevur gjørt av, at eitt ungdómsbýráð skal skipast í næstum og tað verður sett 10. desember. Henda eina dagin um árið taka tey ungu sætið í býráðnum á sama hátt sum teir vaksnu býráðspolitikararnir. Í gjár skipaði Klaksvíkar Býráð fyri einum kveikingardegi í Badmintonhøllini. Næmingarnir í 8., 9. og 10. flokki vóru við, og endamálið var at brynja tey tey til at s kipa ungdómsbýráðið. Formaðurin í trivnaðarnevndini børn og ung í Klaksvík, Jóhann Lutzen , sigur, at býráðið fer at lurta eftir teimum ungu og brúka so nógv av teirra hugskotum sum gjørligt. Tað sigur Sørin Christiansen, reiðari, eftir at reiðaríið fekk boð frá løgmanni um, at veiðiloyvið og fiskiloyvið fyribils verða tikin frá garnaskipinum. Í viðmerking til avgerðina sigur løgmaður, at Vørn hevur staðfest álvarslig brot á lógina um vinnuligan fiskiskap og kunngerð um skipan av fiskiskapinum eftir havtasku og svartkalva við gørnum á føroysku landleiðini. Vørn sendi í apríl Fiskimálaráðnum skriv, har mælt varð landsstýrismanninum í fiskivinnumálum til, at veiði og fiskiloyvi hjá fiskifarinum Anitu, verða tikin aftur fyribils, til endaligur rættardómur fyriliggur í málinum. Eftir at hava viðgjørt málið, hevur løgmaður tikið avgerð um, at øll veiðu og fiskiloyvi hjá fiskifarinum Anitu verða tikin aftur fyribils í tíðarskeiðinum frá 1. november 2014 og til endaligur dómur fyriliggur í revsimálinum, sum er ávegis í rættin. Sørin Christiansen sigur, at reiðaríið í løtuni viðgerð støðuna. Hann hevur eingi boð fingið um, nær sakarmálið byrjar í rættinum. Mánadagin byrjar sakarmál í Føroya rætti, har partafelagið Líraberg hevur stevnt Fiskimálaráðnum eftir 750.000 krónur í endurgjaldi, tí Líraberg, saman við yvir 100 øðrum útróðrarbátum, ikki fekk loyvi at fiska makrel í 2010. Málið byrjaði í mai í fjør, tá partafelagið Líraberg stevndi Fiskimálaráðnum, og nú hálvtannað ár seinni, kemur málið fyri í rættinum. Veljarar í Ukraina fáa nú høvið at velja nýtt lóggávuting í landinum eftir at táverandi forsetin í landinum, Viktor Janukovitsj, varð rikin frá valdinum í februar í ár. Eygleiðarar vænta, at teir ES vinarligu flokkarnir fara at fáa flestu atkvøðurnar á valinum í dag. Flokkurin hjá sitandi forsetanum, Petro Porosjenko, er spáddur eitt gott val í dag. 36 milliónir fólk í Ukraina hava atkvøðurætt á valinum í dag, har 438 fólk skulu veljast í lóggávutingið. Umleið 13 prosent hava ikki atkvøðurætt orsakað av ósemjuni við Russland, skrivar AP. 700 eygleiðarar frá OSCE skulu tryggja, at valið í Ukraina í dag fer fram eftir galdandi lógum. Eygleiðararnir skulu eisini tryggja, at valsvik ikki verður framt, tá ukrainar seta sín kross í dag. Samstundis sum fólk í Ukraina í dag skulu velja nýtt lóggávuting, verður eisini punktum sett fyri stýrinum hjá Viktor Janukovitsj og ófriðinum í kjalarvørrinum, tá hann varð rikin frá, har fleiri enn 3.000 fólk lótu lív. Skúlanæmingurin, ið var væl umtóktur, skeyt og drap ein floksfelaga og løstaði fýra aðrar áðrenn hann gjørdi enda á sær sjálvum í mathøllini í Marysville Pilchuck High School í vestara statinum Washington fríggjadagin. Løgreglan hevur funnið skotvápnið, og eini 100 vitni skulu avhoyrast. Familjulimir siga við Reuters, at gerningsmaðurin er 14 ára gamli Jaylen Fryberg, og at tvey av teimum løstaðu eru hansara systkinabørn, skriva tíðindastovurnar, Ritzau og Reuters. Floksfelagar og foreldur hava tosað um fleiri orsøkir. Eitt nú verður nevnt, at ein genta, honum dámdi, heldur hevði størra tokka til systkinabarnið. Eisini var ein samanbrestur á einum fótbóltsvølli, tá skal gerningsmaðurin hava brotið nøsina á einum øðrum næmingi. Eitt triðja systkinabarn. Brandon Hatch, hevur lýst tey trý sum bestu vinfólk, ið búði nærhendis hvørjum øðrum. Facebook vangamyndin ber boð um, at Fryberg var hugtikin av vápnum. Seinastu mánaðirnar hevur hann givið ilt frá sær á Twitter. Sostatt kann staðfestast ein meirnýtsla upp á knappar 4,4 milliónir krónur Tað er tískil greitt, at SSL ikki hevur hildið seg innan givnu játtanina fyri 2013, og er hetta brot á Stýrisskipanarlógina. Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur hvørki brotið stýrisskipanarlógin ella á lóg um ábyrgd landsstýrismanna í sambandi við málið um Strandfaraskip Landsins. Tað staðfestir meirilutin í Landsstýrismálanevndini. Hetta fekk Siri Stenberg tann einasta av teimum trimum í nevndini, ið heldur, at landsstýrismaðurin eisini hevur brotið lógina um ábyrgd landsstýrismanna at undrast á, hví Vinnumálaráðið endurgevur skeivt. Við útvarpið leygarkvøldið segði hon seg undrast á, hví Vinnumálaráðið sigur eitt, tá ein samd landsstýrismálanevnd sigur nakað annað. Viðmerkingarnar hjá Siri Stenberg fekk Vinnumálaráðið at senda eitt nýtt skriv út seint leygarkvøldið, har ráðið heldur fast um, at Johan Dahl ikki hevur brotið nakra stýriskipanarlóg. Tað er rætt, at nevndin metir, at Strandferðslan ikki hevur hildið seg til givnu játtanina í 2013, og at tað er brot á stýrisskipanarlógina, men heldur ikki har sigur nevndin, at landsstýrismaðurin hevur brotið stýrisskipanarlógina, skrivar Vinnumálaráðið. Ida, Eva ella Maria eru ikki longur tey best umtóktu, tá føroysk foreldur velja navn til nýføddar gentur, hóast navnið Eva enn er høgt í metum. Tað vísa nýggj tøl hjá Hagstovuni . Best umtókta gentunavnið í Føroyum í 2013 var Sára. Í fjør valdu átta føroysk foreldur, at teirra nýfødda genta skuldi eita Sára, ið nú sostatt er best umtókta gentunavnið. Á øðrum plássinum yvir best umtóktu gentunøvnini er Eva. Seks gentur í Føroyum fingu í 2013 navnið Eva. Á triðja og fjórða plássinum eru gentunøvnini Lea og Vár. Klikk á Doyptar 2013 fyri at síggja yvirlitið sorterað eftir tølum. Vel Doyptar 2013 einaferð afturat fyri at síggja størstu tølini ovast Í niðurstøðuni í handfaringini av málinum um fíggjarliga óskilið á Strandferðsluni stendur, at landsstýrismálanevndin er samd um, at stýriskipanarlógin er brotin. Eyðgunn Samuelsen úr Javnaðarflokkinum hevur vegna flokkin lagt uppskot fyri fyri løgtingið um at broyta endamálgreinina, so sálarliga arbeiðsumhvørvið verður tikið við í lógina. Sjá er ein nýggj føroysk studio sending við trimum gestum í sjónvarpsstovuni hvørt sunnukvøld. Talan er um eina breiða sending við millum annað gestum frá vinnulívinum, mentanarpallinum, ítróttinum, samfelagskjakinum og annars fólkum, sum hava áhugaverdar ella øðrvísi lagnur og sjónarmið. Í sjónbandinum omanfyri síggja vit ymiskar plátuhúsar, alt frá Eminem til The Beatles, sum gerast livandi. Vit uppliva millum annað skjótarí millum Billy Joel, Rick James og Eminem. Hon spurdi, um løgmaður hevði viljað sett kanning í verk, so almenningurin og løgtingið kunnu fáa heildarmynd og fullfíggjaða frágreiðing um, hvat er hent í málinum viðvíkjandi Anitu. Tey eru trygd á sjónum, lógin um vinnuligan fiskiskap, arbeiðs og uppihaldsloyvi, leiðslan á Anitu, ognarrættarligu viðurskiftini og bygnaðurin í P f Seta, sum eigur Anitu, skattligir trupulleikar og sosial dumping. Um skattligu viðurskiftini stendur í svarinum hjá løgmanni, at sagt hevur verið, at tey eru ullint. Millum annað fær reiðarin onga løn, og P f Seta hevur nógv minni vinning enn tilsvarandi feløg hava. Løgmaður hevur avgjørt at taka øll føroysk loyvi hjá Anitu at fiska fyribils, til dómur er fallin í málinum um seks brot á kunngerðina um fiskiskap eftir havtasku og svartkalva við gørnum á føroysku landleiðini. Michael Zehaf Bibeau hevði fyrireika sjónbandi væl, áðrenn hann skeyt og drap kanadiska hermannin, Nathan Cirillo. Hermaðurin var skotini ryggin. Hetta skrivar BBC Síðan fór Zehaf Bibeau inn í stjórnarbygningin, sum lá skamt við plássi, har hann hevði dripið Cirillo, men her var Zehaf Bibeau skotin til deyðis. Løgreglan kannar framvegis sjónbandið hjá Zehaf Bibeau. Zehaf Bibeau. Kanadisku mynduleikarnir vsiga, at Zehaf Bibeau ikki hevði tilknýtið til nakran islamskan yvirgangsfelagsskap Russland setti í gjár í verk varandi vetrartíð. Frá og við ígjármorgunin verður varandi vetrartíð í Russlandi, og russar hava sostatt stilla klokkuna aftur fyri seinastu ferð. Tað skrivar statsliga tíðindaststovan, Ria Novosti . Frameftir verður sostatt ikki longur arbeitt við summar og vetrartíð í Russlandi. Fyrrverandi forsetin, Dmitiri Medvedev, tók, tá hann var forseti, stig til, at landið bara skuldi hava summartíð, tí hann metti, at gransking vísti, at vetrartíð ikki var góð fyri heilsuna hjá fólki. Medvedev vónaði eisini, at tað fór at bera í sær færri tíðarsonur, enn tær níggju, sum tá vóru í Russlandi, skrivar russiska tíðindastovan. Men nú hevur Vladimir Putin góðkent nýtt uppskot, um at fara yvir til varandi vetrartíð, og við tí fær landið 11 tíðarsonur. Sambært politikarum í statsligu Dumuni, fáa fólk betri heilsu, serliga tey, sum búgva har norðuri í Russlandi. Tað merkir, at tíðarmunurin millum Tórshavn og Moskva nú er fýra tímar, nú vetrartíð er galdandi í báðum londum. Tá vit í marsmánað næsta ár seta klokkan ein tíma fram, verður tíðarmunurin altso bara tríggir tímar. Í stríðnum um felags umsiting av uppsjóvarfiski fekk ES sær til vega eina heimildarreglugerð, so at møguligt skuldi verða hjá ES at seta í verk handilstiltøk ímóti triðjalondum, um ósemja tók seg upp um felags umsitingarskipanir av ferðandi fiskastovnum. Sum ein avleiðing av áhaldandi hóttanum um at seta í verk handilstiltøk móti Føroyum, avgjørdu Føroyar í august 2013, við støði í havrættarsáttmála Sameindu Tjóða, at kæra ES fyri ein tvungnan gerðarrætt. Hetta skrivar Føroya Fróðskaparfelag í tíðindaskrivi Bjørn Kunoy stóð á odda fyri hesum arbeiði, og hann fer í fyrilestrinum at greiða frá teimum hendingum, ið lógu til grundar fyri avgerðini at seta í verk hesi altjóða gerðarrættarmál. Eisini verður greitt frá teimum nógvu avbjóðingunum, ið stóðust av hesum. Semingsstovnurin varð boðsendur næst seinasta týsdag, tí tá ásannaðu partarnir, at sáttmálasamráðingarnar, sum byrjaðu 17.september, bóru ikki á mál. Fýra feløg eru við í samráðingunum, Føroya Handverksmeistarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna. Sáttmálarnir vóru galdandi til 1.oktober, men teir eru longdir. Boðað er ikki frá verkfalli ella verkbanni, so fyribils verður arbeitt eftir gomlu sáttmálunum. Semingsmenn eru Terje Sigurðsson og Símun Absalonsen. Síðani teir vóru boðsendir, hava teir tosað við partarnar hvør í sínum lagi fyri at vita, hvat feløgini vænta sær av samráðingunum. Døturnar greiddu mær frá, hvussu bangnar tær vóru fyri at finna meg deyðan orsakað av mínum fiti. Tá visti eg, at eg mátti leita mær hjálp fyri at kunna lætna. Soleiðis sigur Jóan Pauli Joensen, fólkalívsfrøðingur. Í 2010 fekk hann eina skurðviðgerð ímóti fiti, sum fyri hann var einasta loysnin, skuldi hann hava eina vanliga kropsvekt restina av lívinum. Hóast eg fyri so vítt hevði tað gott, so var lívið blivið ov tungt, tí kroppurin orkaði ikki serliga væl at bera tey útvið 200 kiloini. Eg havi fleiri ferðir roynt ymsar klænkikurar, men tað hevur ongantíð verið ein varandi loysn fyri meg. Tí valdi eg eina gastric bypass skurðviðgerð, sigur Jóan Pauli Joensen. Vit hoyra brot úr samrøðu, sum Lias í Rættará hevði við skiparan á Tindhólmi, Paula Jacobsen. Harumframt skifta vit orð við Svend Aage Ellefsen, sum var ein av manningini henda túrin. Útvarpssamrøðan við Paula Jacobsen, skipara, var horvin úr bandasavninum helst hevur bandið verið brúkt til aðra upptøku seinni, Men Anna Hansen, kona Ólav Hansen, ið var við á túrinum, átti upptøkuna á kassettubandi, sum útvarpið slapp at læna og talgilda. 68 ára gamli skiparin, Lee Joon seok, fór av skipinum áðrenn tað sakk, og var sostatt ikki við í hjálpararbeiðnum, at fáa ferðafólkini av skipinum, skrivar Reuters í morgun Skiparin, sum er ákærdur fyri manndráp fyri ikki at hava gjørt sítt arbeiði, skal hava deyðarevsing, sigur ein av ákærunum í rættinum. 304 fólk, harav flestu vóru skúlabørn, og 15 av manningini, lótu lív í vanlukkuni. Skiparin gav ferðafólkinum boð um at halda seg í kahúttunum, til onnur boð vóru givin. Dómurin fellur í november. Hjalmar Hansen, deildarstjóri í Føroya Handilsskúla á Kambsdali, sigur, at framtíðin hjá skúlunum á Kambsdali er nakað óviss. Hann saknar svar frá myndugleikunum. Finnur Koba vitjaði Handilsskúlan mánamorgun, Verkið eitur Ice Watch, og tað er heimskendi íslendski listarmanðurin, Ólafur Eliasson og grønlendski Minik Rosing, sum saman hava gjørt verkið. IceWatch er íkomið í sambandi við, at Keypmannahavn hesa vikuna er vertsbýur fyri alheims veðurlagstoppfundi. Hetta skrivar heimasíðan knr.gl . Fleiri 100 granskarar úr nærum 200 londum manna ST veðurlagsnevndina, og granskararnir skulu leggja fram úrslit av arbeiði teirra, um hvussu veðurlagsbroytingar ávirka jørðina beint nú, hvussu vit kunnu steðga ávirkanini og hvussu vit skulu tillaga okkum. Men fólk broyta ikki atburð bara við støði í vitan og drúgvum frágreiðingum, sigur Minik Rosing, og tí kann IceWathc á sín hátt geva íblástur til handling. Ísstykkini viga tilsamans umleið 100 tons, og tey eru tikin í økinum út fyri Nuuk, og sigld við frystibingju til lborg, og síðani koyrd við lastbili til Keypmannahavnar. Upplivingin hjá fólki at hoyra ísin braka og físa meðan hann bránar á Ráðhúsplássinum, ger veðurlagsbroytingarnar ítøkiligar, sigur Ólafur Eliasson. Norðmenn bíða nú eftir einum stórum omanlopið við ndalsnes í Noregi. Í morgun hevu regnað í økinum, og spurningurin er um tað leypir í dag ella ein av fyrstu døgunum. Fólk eru flutt burtur frá økinum har mett verður at omanlopið kemur. Og nú eru vit komin til børn og ung og tað Beina Dalbø, í morgun skal tað millum annað snúgva seg um at læra og at undirvísa og um dagstovnar og skúlar, sum nærkast hvørjum øðrum. Sambært kanning, sum amerikanski violinlærarin, Mark O Connor, hevur gjørt, vísir tað seg, at Suzuki, sum doyði í 1998, ongantíð hevur lisið við tónleikakonservatoriið í Berlin, sum Suzuki sjálvur hevur sagt. O Connor hevur funnið skjøl, sum avdúka, at Suzuki ikki slapp inn á konservatoriið í 1923, tá hann var 24 ára gamal Hetta skrivar enska tónleikatíðarritið Classic fm . Dr. Suzuki skal eisini hava sagt, at hann hevur lisið og fingið frálæru frá kenda violininleikaranum, Karl Klinger. Men O Connor hevur eisini funnið skjøl, sum prógva at hetta ikki kann passa, tí Karl Klinger var maðurin, sum noktaði Suzuki at sleppa á konservatoriið Eg haldi, at hetta er størsta svik í tónleikasøguni, og at eingin hevur kannað fortíðina hjá Shinichi Suzuki, sigur O Connor, sum heldur fram Shinichi Suzuki hevur ikki fingið frálæru frá nøkrum kendum violinlærara, men hevur lært seg sjálvan at spæla violin, sum 18 ára gamal. Shinichi Suzuki hevur ongantíð fingið starv í nøkrum orkestri, sigur Mark O Connor Louis Shepherd, fra amerikanska Suzukifelagsskapinum sigur, at hann skilir ikki hví O Connor skal niðra Dr. Suzuki á henda hátt, og sáa iva um frálæruna hjá Shinichi Suzuki og siga at øll frálæran er bygd á eina lygn. Løgmaður má koyra Johan Dahl frá. Tað sigur Bjørn á Heygum, advokatur, sum var við til at gera stýriskipanarlógina, sum staðfestir ábyrgdina hjá landstýrisfólkum. Landstýrismálanevndin er komin til ta niðurstøðu, at stýrisskipanarrlógin er brotin í sambandi við, at Strandferðslan hevur brúkt meira enn hon hevur fingið játtað, men meirlutin vil ikki ábyrgda landstýrismanninum í vinnumálum fyri hetta. Hetta er heilt burturvið, sigur Bjørn á Heygum. Marjun Dalsgaard gjørdi innslagið Kappingarmyndugleikarnir vilja ikki lata sær lynda, at Vinnukærunevndin skal avgera, hvussu Kappingareftirlitið og Kappingarráðið býta arbeiðið millum sín. Tí er Føroya rættur nú biðin um at avgera trætumálið um frágreiðingina um umsitingargjaldið fyri realkredittlán hjá bankunum í Føroyum. Vinnukærunevndin sigur, at Ráðið, ikki Eftirlitið, eigur at avgera, um tøl og aðrar upplýsingar hjá bankunum skulu almannakunngerast Kappingareftirlitið góðtekur ikki, at Vinnukærunevndin sigur, at Kappingarráðið, ikki Kappingareftirlitið, skal avgera, um allar upplýsingar í kanningini hjá Kappingareftirlitinum um umsitingargjaldið fyri realkredittlán í føroysku bankunum skulu almannakunngerast. Vinnukærunevndin avgjørdi tann 28.august at senda Kappingareftirlitinum málið aftur til nýggja viðgerð, tí Kappingarráðið, ikki Kappingareftirlitið, eigur at avgera, um øll frágreiðingin Realkreditt í Føroyum frágreiðing um umsitingargjaldið fyri realkredittlán skal almannakunngerast við øllum tølum og upplýsingum frá bankunum Kappingareftirlitið gjørdi tað sama, bað Vinnukærunevndina viðgera málið av nýggjum, tí ivamál var um gegnið hjá forkvinnuni í nevndini, og tí avgerðin hjá nevndini var, sambært Kappingareftirlitinum, skeiv. Seinni bað Kappingarráðið eisini Vinnukærunevndina viðgera málið av nýggjum. Kappingarráðið vil ikki broyta galdandi arbeiðsskipan hjá kappingarmyndugleikanum. Kappingarráðið fer ikki at broyta galdandi arbeiðsskipan og taka avgerð um trúnaðarupplýsingar sambært kappingarlógini. Avleiðingin av tí vildi verið, at virksemið hjá kappingarmydugleikanum í framtíðini fer at vera óneyðuga darvað, umsitingarliga kostnaðarmikið og ikki samsvarandi siðvenju og arbeiðsbýtinum, sum er ásett í lóg og kunngerðum. Fyri at bróta fyrningarfreistina, sum er átta vikur eftir 28.august, tá Vinnukærunevndin tók fyrru avgerðina, hevur Kappingareftirlitið nú stevnt Vinnukærunevndini. Vit halda ikki, at Johan Dahl, landsstýrismaður kann dømast fyri nakað, sum onkur annar hevði gjørt. Hetta sigur Joen Magnus Rasmussen, sum saman við Eivin Jacobsen, myndaði meirilutan í Landstýrismálanevndini í málinum um Strandferðsluna. Í morginári klokkan 8 45 verður grundlógaravhoyring í Føroya rætti. Talan er um eitt rúsevnismál, er tað einasta, sum løgreglan vil siga í løtuni. Løgreglan vil í dag ikki upplýsa, um talan er um stóra nøgd av rúsevnum, og heldur ikki hvussu nógv fólk talan er um, ella hvar nakar er tikin. Trongisvágur er í Tvøroyar Kommunu, men er ein nógv eldri bygd enn Tvøroyri. Fjørðurin eitur eisini Trongisvágsfjørður. Viberg Sørensen, sum er uppvaksin og býr framvegis í Trongisvági, greiðir frá ymiskum viðurskiftum í heimbygdini. Dorthea Stórhamar er ættað av Tvøroyri, men hevur nú búð í Trongisvági í meira enn 30 ár, og hon trívist avbera væl longur inni á fjørðinum. 10 ára gamli Bergur, 11 ára gamli Ari og 13 ára gamli Jónas hava allir tríggir sera stóran seyðahug, og heystið er ein serlig tíð hjá teimum. Tann søguliga klappjaktin í Trongisvági er ein stoltleiki hjá bygdini, og í hesum døgum fyrireika teir seg til klappjaktina í ár. Bergur Stórhamar greiðir frá standmyndini, og Hallur í Heiðunum, Birgir Strøm Rasmussen og Einar Petersen greiða frá veiðitúrunum. Um fáar dagar fara átta fólk úr Trongisvági til Kenya at arbeiða á einum barnaheimi har. Teirra millum eru Elin Enni og Bjørg av Rana, sum greiða frá hjálpararbeiðnum í Kenya. Maðurin, sum í 2011 fekk dóm fyri at gera seg inn á tilsamans fýra gentur, gekk leysur í eitt ár og framdi nýggj brotsverk, meðan bíðað var eftir, at landsrætturin staðfesti dómin. Eivin Jacobsen, limur í landsstýrismálanevndini, heldur seg ikki við nóg stórari vissu kunna staðfesta, at Johan Dahl, landsstýrismaður, hevði brotið lógina um ábyrgd landsstýrismanna. Tí kundi hann eins og Jóan Magnus Rasmussen ikki taka undir við løgfrøðiligu niðurstøðuni, sum Sirið Stenberg, forkvinna í nevndini, hevur tikið undir við. Men Eivin Jacobsen heldur niðurstøðuna hjá landsstýrismálanevndini vera álvarsliga, tá hon staðfestir, at Johan Dahl hevur brotið játtanarlógina og stýrisskipanarlógina. Talan er um eitt torskilt rættarmál, har úrskurðurin kann verða avgerandi fyri, hvussu fiskivinnan í Føroyum skal umsitast í framtíðini. Løgmaður hevur tikið veiðiloyvið frá Anitu, men hann hevur onga yvirskipaða heimild at kanna øll viðurskfiti hjá garnaskipinum. Tað mugu avvarðandi myndugleikar gera, sigur Kaj Leo Holm Johannesen í svari til Gunvør Balle, tingkvinnu. Í sendingini greiðir Andreas eisini frá útbúgvingini og tilveruni sum tyrluflogskipari og frá teimum mongu fjølbroyttu arbeiðsuppgávunum, sum starvið inniber. Í sendingini greiðir Hans Pauli Tórgarð millum annað frá síni tónleikaligu bakgrund og teimum mongu avbjóðingum, sum eru í samband við sangleikin Grease. Bakkafrost seldi knappliga 11.000 tons av laksi í triðja ársfjórðingi, og øll virkisøkini hjá Bakkafrosti góvu vinning í triðja ársfjórðingi í ár. Frá 1.januar til 1.oktober í ár hevði Bakkafrost 606 milliónir krónur í vinningi. Tá skatturin er farin burtur av, eru 425 milliónir krónur eftir. Útboðið av laksi er átta prosent størri í ár enn í fjør. Men tað mesta er longu komið á marknaðin. Tí verður eftirspurningurin størri enn útboðið nú í fjórða ársfjórðingi, og tí hækkar laksaprísurin, væntar Bakkafrost. Bæði vinnumálaráðið og partar av landsstýrismálanevndini royna at skúgva ábyrgd av framdum lógarbrotum yvir á Strandfaraskip landsins. Men sambært formliga arbeiðssetninginum skuldi landsstýrismálanevndin bara taka støðu til landsstýrismannin ikki Strandfaraskip landsins. Kringvarpið ætlaði at spyrja løgmann, um hann hevur lisið niðurstøðuna hjá landsstýrismálanevndini, og um niðurstøðan fær avleiðingar fyri landsstýrismannin. Umvegis fjølmiðlaráðgeva svarar løgmaður, at hann er uttanlands, og at hann verður tøkur aftur týsdagin 28 oktobur. Tryggingarfelagið Føroyar og Heilsufrøðiliga starvsstovan bíða eftir Vinnukærunevndini, sum skal viðgera kæru frá Tryggingarfelagnum um avgerðina hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni at kolldøma fiskin, sum var í lastini á got, tá got varð ásigld í Klaksvík tann 25.februar. Tryggingarfelagið Føroyar, sum tryggjaði fiskin, vil hava avgerðina broytta, so fiskurin kann brúkast bæði sum mannaføði og djóraføði, ella, um ikki annað, ein partur av lastini. Orsøkin er, at fiskurin hevur verið undir í sjógvi við kai í Klaksvík. Tí er sannlíkt, at fiskurin er dálkaður av sjógvi, olju og aðrari kemiskari dálking. Løgtingsins umboðsmaður fekk kæru um, at Mentamálaráðið ikki vil geva innlit í hoyringarskriv til eitt lógaruppskot um Søvn Landsins og broytingar í lógum um ymisku søvnini. Lógin um innlit í almennu fyrisitingina sigur, at lógaruppskot, sum ikki eru komin í løgtingið, eru undantikin innliti fyri at tryggja fyrisitingini arbeiðsfrið. Løgtingsins umboðsmaður sigur eisini, at sambært verandi rættarstøðu kann Mentamálaráðið tó umhugsa at geva meirinnlit í hoyringarskrivini, men hevur kortini ikki skyldu til tað. Uppskotið verður í løtuni ummælt hjá skúlaleiðarafelagnum, og skal viðgerast á álitisfólkaskeiði seinni í heyst, áðrenn tað verður sent limunum til kunningar. Leiðreglurnar hava til endamáls at skapa fastar mannagongdir, tá næmingur fremur harðskap ella kemur við hóttanum mótvegis lærarum. Tað er ein vaksandi trupulleiki, at lærarar eru fyri harðskapi í starvi sínum, og tað er oftast næmingar, sum fremja harðskapin. Hetta er ein gongd, sum hevur tikið dik á seg síðstu 20 árini, og tí er tað umráðandi, at harðskapurin verður fráboðaður hvørja ferð, skrivar Herálvur Jacobsen formaður í Føroyar Lærarafelag, á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum . Í høvuðsheitum snúgva leiðreglurnar seg um, at lærarin alt fyri eitt skal biðja um hjálp frá einum starvsfelaga um hann verður álopin. Síðani skulu boð sendast til skúlaleiðsluna og álitisfólki. Harðskapurin skal altíð fráboðast til skúlaleiðsluna, men talan kann eisini verða um at fara til Arbeiðseftirlitinum, og í summum førum til løgregluna. Hetta síðsta skal tó umhugsast væl, tí talan kann verða um børn, sum hava serligan tørv og serligan atburð, og tá verður løgreglan sjálvdan blandað uppí, skrivar Herálvur Jacobsen. Leiðreglurnar fata eisini um næmingin, sum fremur harðskapin. Foreldrini hjá næminginum skulu kunnast sum skjótast og kallast inn til samrøðu við skúlaleiðaran, og avgerast skal hvørjar avleiðingar harðskapurin ella hóttanin skal hava fyri næmingin. Semingsstovnurin varð boðsendur næst seinasta týsdag, tí tá ásannaðu partarnir, at sáttmálasamráðingarnar, sum byrjaðu 17.september, bóru ikki á mál. Fýra feløg eru við í samráðingunum, Føroya Handverksmeistarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna. Sáttmálarnir vóru galdandi til 1.oktober, men teir eru longdir. Boðað er ikki frá verkfalli ella verkbanni, so fyribils verður arbeitt eftir gomlu sáttmálunum. Semingsmenn eru Terje Sigurðsson og Símun Absalonsen. Síðani teir vóru boðsendir, hava teir tosað við partarnar hvør í sínum lagi fyri at vita, hvat feløgini vænta sær av samráðingunum. Tað er kravið sum Bretland hevur fingið, eftir at óheft nevnd hevur gjørt ein nýggjan hátt, at rokna út, hvussu nógv limalondini skulu rinda til samveldið. Fíggjarmálaráðharrin í ES, Jacek Dominik, sigur seg vera ovfarnan av tí sum Cameron sigur, tí øll limalondini hava vitað av, at arbeitt hevur verið við at gera eina nýggja útrokningarskipan, og síðani 17. oktober hava øll londini vitað av, hvussu nógv tey skulu rinda. David Cameron hevur mælt til, at búskapar og fíggjarmálaráðharrarnir í ES umrøða støðuna, og í dag fara føstu sendiharrarnir hjá limalondunum at umrøða spurningin í Bruxelles. Fleiri ferðir um vikuna koyrir Jórun Mørkøre úr Klaksvík til Havnar at venja saman við persónliga venjara sínum, Jákupi Jakobsen. Morgunsendingin hittir tey bæði áðrenn venjing. Heili 42 av 67 tilmeldaðum flokkum megnaðu at halda seg roykfríar í ein mánað við skúlabyrjan. 9. flokkur á Giljanesi vann lutakastið og hevur vunnið eina konsert. Men eftir kappingina hevur onkur í flokkinum fest sær í. Talan er í fyrstu syftu um 36 íbúðir, sum Bústaðir skal byggja í samstarvi við Tryggingarfelagið LÍV. Veghæddin verður løgd av til alment, útatvent virksemi, og nevnd Biskupstorgið. Tað eru mong ár síðani, at fyrsta miðbýarætlanin varð løgd fram í Klaksvík, og Jógvan skorheim feganst um, at ein miðbýarætlan nú verður veruleiki. Bert síðan tíðliga í morgun, er ferðin økt, og heldur hetta fram, kann væntast at fjallið leypur einaferð í kvøld, sigur jarðfrøðingurin, Lars Harald Blikra. Hetta skrivar nrk.no Blikra sigur eisini, at tað serliga er ovasti parturin av fjallinum, sum er óstøðugur og leysur. Spurdur um, hví tey ikki spreingja partar av fjallinum, sigur Blikra, at tey mugu kenna avleiðingarnar av eini spreinging. Rættarmálið millum partafelagið Líraberg og Fiskimálaráðið hevur aftur verið fyri í Føroya rætti fyrrapartin. Nú verður málið tikið upp til dóms. Beinta Løwe fylgdi málinum í morgun og gjørdi eina samrøðu við stevnaran, Óla Jacobsen frá Lírabergi. Dómur fellur í málinum 4. desember í ár Tað er ikki bara Johan Dahl, landsstýrismaður, sum stendur fyri skotum í niðurstøðuni hjá Landsstýrismálanevndini fyri ikki at hava handfarið málið um Strandferðsluna á nøktandi hátt. Eisini aðalstjórin í Vinnumálaráðnum, Bjørgfríð Ludvig hevur havt ein óhepnan fingur við í spælinum, sigur nevndin. Tað eydnaðist ikki Kringvarpinum at fáa eina viðmerking frá Bjørgfríð Ludvig, aðalstjóra, til tíðindasendingina á middegi Níggju brunnar eru boraðir í Føroysku undirgrundina. Spor eftir kolvetnið er funnið, men ongastaðini verður tað mett at verða ragstrarverdugt. Vónirnar um eitt føroyskt oljuævintýr eru fánaðar og hugsandi er, at tað fer at ganga long tíð, aðrenn nakað oljufelag torir at seta borin í føroysku undirgrundina aftur. Men olja og gass er funnið í føroysku undirgrundini. Fleiri milliónir tunnir av olju eru í Marjun brunninum og Ann Mari brunnurin er fullur av gassi. Tað vórðu boðini frá nýggja NATO aðalskrivaranum, Jens Stoltenberg, tá hann í dag helt sína fyrstu røðu sum aðalskrivari, eftir at hann tók við starvinum 1. oktober. Tað, sum Rusland hevst at í Ukraina, er brot á fólkarættin, skapar ón yðugan spenning og ger, at trygdin í Evropa er í vanda, segði Jens Stoltenberg. Jens Stoltenberg legði dent á, eins og fráfarni aðalskrivarin, Anders Fogh Rasmussen, at NATO fer at halda fram við at stuðla gomlu russisku hjálondini, sum nú kenna seg hótt av Ruslandi. Bæði Ukraina og hini londini hava rætt til at velja ta framtíð, tey ynskja, segði aðalskrivarin, Jens Stoltenberg. Hann segði, at ein trygg verja sum oftast hevur við sær eitt gott samskifti við Rusland. Vit vænta, at valið verður sum ætlað, og vit fara at góðtaka úrslitið, sigur Sergej Lavrov, russiski uttanríkisráðharrin, í kjalarvørrinum á valinum í Ukraina, tá nýtt lóggávuting skuldi veljast. Tá val var í Ukraina um vikuskiftið, vóru russiskt sinnaðu fólkini í Lugansk og Donetsk ikki á vali, men tað skulu tey um vikuskiftið, eina viku seinni enn hini í landinum. Sergej Lavrov sigur seg rokna við, at valið verður friðarligt, og tá valið er av, stendur tað til fólkið í Eysturukraina, hvat tey velja at gera. Stjórnin í Ukraina sigur, at tað sum fer fram í Eysturukraina er í stríð við allar reglur, og finst hvassliga at Ruslandi, fyri at stuðla tey russiskt sinnaðu har eysturi í landinum. Tað sum Rusland nú skipar fyri, er brot á tey framstig sum eru gjørt í viðurskiftunum ímillum partarnar seinasta hálva árið, sigur ein talsmaður fyri ukrainsku stjórnina. Russiskt sinnaðu uppreistrardeildirnar hava longu noðað frá, at tá valið er av, fara Lugansk og Donetsk at ríva seg leys frá Ukraina. Norska stjórnin hevur boygt seg fyri djóraverndarfelagskapum og teimum sum finnast at norsku kópaveiðuni, og hevur gjørt av at strika 12 milliónir krónur á fíggjarklógini, sum norsku kópaveiðumenninir hava fingið. Vanliga hava kópaveiðumenninir fingið 12 milliónir krónur í stuðuli um árið, og í ár hava tríggir bátar sligið næstan 12.000 kópar. Tað er eingin verulig vinna í kópaveiðu, tí tær 12 milliónir krónurnar, sum stuðulin er, eru 80 prosent av inntøkunum hjá kópaveiðumonnunum. Einki eftirlit er við søluni av orkudrykki til børn, hóast tað er skjalfest, at slíkur drykkur kann vera skaðiligur fyri heilsuna. Vit ætlaðu at fáa eina viðmerking frá Karsteni Hansen, landstýrismanni, men hann er á norðurlandaráðsfundi í Stokkhólmi, og hevði ikki møguleikar at gera viðmerking til málið í dag Rættarskipanin riggar ikki sum hon skal. Tað sigur Gvøðbjørg West í felagsskapinum Kris, eftir at tað er komið fram, at ein maður, sum varð dømdur í Føroya Rætti og bíðaði eftir dómi í Landsrættinum, gjørdi seg kynsliga inn á enn eina gentu. Um hálvgumtíggjutíðina gjárkvøldið skrivaðu handverksmeistarar og handverkarar undir nýggjan sáttmála, sum er galdandi til 1.oktober í 2016. Semingsroyndin byrjaði klokkan tíggju gjáramorgunin, og slakar 12 tímar seinni varð sáttmálin klárur at undirskriva. Semingsstovnurin varð boðsendur næstseinasta týsdag, tí tá ásannaðu partarnir, at sáttmálasamráðingarnar, sum byrjaðu 17.september, bóru ikki á mál. Fýra feløg vóru við í samráðingunum, Føroya Handverksmeistarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna. Terje Sigurðsson, annar semingsmaðurin, segði soleiðis um sáttmálan, tá vit tosaðu við hann í gjárkvøldið Tryggingarfelagið Føroyar og Heilsufrøðiliga starvsstovan bíða annars eftir Vinnukærunevndini, sum viðger kæru frá Tryggingarfelagnum um avgerðina hjá Heilsufrøðiliga starvsstovan avgjørdi, at fiskurin, 50 tons av frystum svartkalvi, ikki kann nýtast til mannaføði ella djóraføði. Fiskurin skal beinast burtur, sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan. Eg kundi tosa í telefon, men tá hornið varð lagt á, mintist eg hvørki hvønn, eg hevði tosað við, ella hvat vit høvdu tosað um. Eisini hendi tað, at eg fekk blackout og ikki visti, hvar eg var, og hví eg var har. Soleiðis sigur 40 ára gamli Bárður Lydersen úr Klaksvík, sum fyri tveimum árum síðani gjørdist ógvuliga sjúkur av strongd. Nú hevur hann broytt lívsstíl og roynir at koma fyri seg aftur. Tað var í gjár, at eitt kolanám rapaði í suðurturkalandi umleið 300 metrar niðri. 18 mans eru innilæstir, og enn hevur ikki eydnast at fáa samband niður til menninar. Hetta skrivar MailOnline Guvernørurin á staðnum, Murat Koca, sigur at ein rørleiðing undir staðnum, har menninir eru fangaður, brotnaði, og vatn settist alt fyri eitt í námið. Koca sigur eisini, at møguleikarnir at fáa menninar út aftur á lívi, eru ikki góðir. Tað er ikki uttan menninir hava funnið ein luftlumma í rúminum, har teir eru stæddir. Turkiski orkuráðharrin er á veg á vanlukkustaðið. Betri Pensjón bjóðar eina sonevnda Viðgerðartrygging, sum tryggjar tær skjóta og góða viðgerð. Tey lova, at tú verður kannaður ella fær viðgerð innan 10 yrkadagar á einum privatsúkrahúsi ella privatklinikk, sum hevur ræta serkunnleikan. Men undirgrevur tryggingin ikki sjálvan grundtankan við vælvferðarsamfelagnum Tað er í kvøld klokkan 17.30 at norðurlendsku virðislønirnar verða lætnar. Virðislønirnar eru fyri barna og ungdómsbókmentir, bókmentir, tónleik, film og umhvørvi og náttúru Tær fýra innstillingarnar úr Føroyum eru Bárður Oskarsson fyri barnabókina Flatar kaninir, Tróndur Bogason fyri tónleikaverkið Barbara, Tóroddur Poulsen fyri bókina Fjalir, og bygdin Gjógv, sum er innstillað til umhvørvi og náttúruvirðislønina Sýrisku uppreistrarfólkini bardust øll undir flagginum hjá vesturlenskt sinnaða sýriska friðarherinum, sigur ein talsmaður hjá friðarherinum við BBC Tíðindini bórust tá hálvtannahundrað tey fyrstu sokallaðu Peshmerga herfólkini komu til Kobane. Hesi herfólkini eru ikki bangin fyri deyðanum, tá tey fara í herna. Tann bólturin er hjá løgtinginum, sum má taka støðu til niðurstøðuna hjá landsstýrismálanevndini um embætisførsluna hjá Johan Dahl. Men Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður og arbeiðsgevari hjá Johan Dahl, leggur nógv størri dent á, at meirilutin í nevndini sigur, at Johan Dahl hevur ikki brotið lógina um ábyrgd landsstýrismanna Sjúkrabilurin sum hevur støð á Lambareiði í Eysturoynni hevur fingið fyrsta tólið sum gevur elektroniska hjartamassagu. Hetta skal bjarga mannalívum tí nú fáa sjúklingarnir hjartamassagu allan vegin til Havnar Skúlastjórin í skúlanum á Ziskatrøð í Klaksvík skal gera av, hvar tey bæði skúlabørnini í norðaru helvt av Kalsoynni skulu ganga í skúla tríggjar dagar um vikuna, í Mikladali ella á Trøllnesi. Býráðið í Klaksvík viðgjørdi fólkaskúlan í norðari helvt av Kalsoynni, tí fyrst var ein næmingur har hetta skúlaárið, og hann er á Trøllanesi, men skúlin er í Mikladali. Men áðrenn býráðið var liðugt við málið, fekk býráðið at vita, at nú er eisini eitt skúlabarn í Mikladali. Og ein lærari er til báðar bygdirnar. Endin gjørdist, at býráðið samtykti broytingaruppskot hjá Jóhann L tzen, sum sigur, at skúlaleiðslan, skúlastjórin á Ziskatrøð, skipar undirvísingina í Kalsoynni eftir tørvi fyri verandi skúlaár, og at býráðið tryggjar karmarnar hjá skúlunum har. Samtyktin hjá býráðnum er fyribils loysn fyri verandi skúlaár. Hon tekur ikki aftur avgerðina um, at skúlin á Trøllanesi er niðurlagdur. Um núverandi varaforsetin verður valdur til forseta í Zambia, verður hann fyrsti hvíti leiðarin í einum suðurafrikanskum landi eftir apartheidsinnaða F.W. de Klerk Vatn kom inn í ein part av náminum, meðan námsarbeiðararnir vóru til arbeiðis, og læsti námið, so teir ikki sluppu upp. Sagt verður, at arbeiðararnir eru umleið 300 metrar niðri. Bjargingarfólk frá býnum Ermenek, hava roynt at lagt dren í námið, so teir umleið 11 milliónir litrarnir, sum eru runnir í námið, kunnu renna burtur. 16 námsarbeiðarar sluppu upp áðrenn námið læstist. Ein teirra sigur, at hetta er triðju ferð innan stutta tíð at námið er fylt við vatni, og at trygdarumstøðurnar í námunum eru heilt út av lagi vánaligar. Orsøkin kann vera, at gjógvin millum veljaran og tey, sum finnast at politikarunum, er stór í Føroyum, sigur Jóanes N. Dalsgaard, stjórnmálafrøðingur. Jóanes N. Dalsgaard sigur, hann hevur onga meining um, hvørt Johan Dahl hevur brotið stýrisskipanarlógina í málinum um Strandferðsluna ella ikki. Stjórnmálafrøðingurin úttalar seg einans um, hvørjar mekanismur gera seg galdandi, tá tílík mál stinga seg upp. Umborð á rakettini vóru 2.200 kilo av ymiskari útgerð, ið skuldi flúgvast upp til tey seks fólkini, ið dagliga starvast umborð á International Space Station ISS. Hóast fitt av fólki var komið saman at forvitnast, tá rakettin varð skotin út týskvøldið, stóðst kortini eingin fólkaskaði av spreinginini, sigur ein talsmaður hjá NASA við BBC. Nú skulu kanningar gerast, so greiða kann fáast á, hví rakettin sprongdist, tá hon varð skotin út, sigur Frank Culbertson, varaleiðari fyri Orbital Sciences, ið hevur ábyrgdina fyri rakstrinum av International Space Station. Upprunaliga ætlaði NASA, at rakettin skuldi skjótast upp mánadagin. Tær ætlaninar vórðu kortini sleptar og útsettar, tí ein stuttleikabátur var staddur innanfyri ásetta trygdarøkið í Virgina, har rakettin varð skotin upp. Fjølmiðlarnir søgdu sum heild mest tað, sum Eik vildi hava teir at siga, staðfestir Jan Lamhauge. Hann heldur, at ógvusligi vøksturin hjá bankanum og stóru milliardalánini áttu at fingið ávaringarlampurnar hjá journalistunum at lýst Tíðindaflutningurin átti at verið meira kritiskur, men tað er trupult hjá fjølmiðlum at avdúka, nær bankar eru á vandakós, heldur Øssur Winthereig, journalistur. Hoyr hann viðgera bankaskrædl og kritiskan tíðindaflutning saman við Sveini Tróndarson, blaðstjóra á Dimmalætting, og Finn Jensen, undirvísingarleiðara á Føroya Handilsskúla. Tað verður ein skerdur Barack Obama, sum fer at stjórna USA næstu tvey árini. Obama stendur til at missa meirilutan í Kongressini á miðvalinum týsdagin 4. november. Undirtøkan fyri Obama er sera lítil í løtuni eisini millum demokratisk valevni, sum ikki vilja hava hann við á valrundferð. Páll Holm Johannesen, samfelagsfrøðingur, og Stefan í Skorini, stjórnmálafrøðingur, greina amerikanska miðvalið. Sigurd Ólavson Vang, stjóri á Landssjúkrahúsinum, váttar, at løgreglan í løtuni kannar eitt mál, har ein kvinna í sjeytiárunum doyði á Landssjúkrahúsinum, tí kvinnan fekk skeivan heilivág. 33 fólk sótu ikki í trygdarbelti, 11 tosaðu í telefon, meðan tey koyrdu bili, 6 bilar høvdu ikki ljósini í lagi, 6 høvdu ikki koyrikortið við, ein hevði ikki dekkini í lagi og ein hevði ikki nummarpláturnar festar á bilinum. Og so var ein, sum ikki helt víkiskylduna. Jan Fossaberg, leiðari fyri ferðsludeildini hjá løgregluni, sigur, at hetta er verri enn tað plagar í Havn. Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, heldur fast um, at tað var rætt at leggja Arbeiðseftirlitið undir Heilsufrøðiligu starvsstovuna. Arbeiðseftirlitið virkar væl, og eftirlitið við trygdini á arbeiðsplássunum í Føroyum er nøktandi og gott, sigur landsstýrismaðurin í svari upp á fyrispurning frá Bjørt Samuelsen, løgtingskvinnu. Hon spurdi um trygd á arbeiðsplássunum. Fyri nøkrum árum síðani minkaði løgtingið játtanina hjá Arbeiðseftirlitinum. Og Johan Dahl legði tveir stovnar saman, Arbeiðseftirlitið og Heilsufrøðiligu starvsstovuna. Hendan avgerðin fekk, og fær framvegis, atfinningar, tí hon skal hava skert møguleikan hjá Arbeiðseftirlitinum at hava nóg gott eftirlit við arbeiðsplássunum. Tó vil landsstýrismaðurin hava løgtingið at hækka játtanina 410.000 krónur næsta ár, so Arbeiðseftirlitið kann gera meira fyri at fyribyrgja óhappum á arbeiðsplássum. Næsta vár, frá 29.mars, fer Atlantic Airways at flúgva fýra ferðir um vikuna til Bergen, tríggjar ferðir til Reykjavíkar ella Keflavíkar og tvær ferðir til Edinburgh. Arbeiðseftirlitið metir, at 25 til 30 óhapp um árið kunnu sigast at vera álvarslig, tað er tá skadda fólkið var í lívsvanda ella fekk varandi mein av óhappinum. Rigmor Dam, næstforkvinna í Trivnaðarnevndini, sigur eftir ta vitjanina, at umstøðurnar eru ikki góðar hjá teimum, sum noyðast at vera har. Rigmor Dam hevur sett Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, sum umsitur løgmálini í landsstýrinum, nakrar spurningar um umstøðurnar hjá fangum í arrestini í Mjørkadali. Í Føroyum noyðast fangar við smærri dómum, sum í Danmark høvdu verið í opnum fongsli,at vera í Mjørkadali undir somu treytum sum varðhaldsfongslað og fólk, sum eru dømd fyri álvarslig og vandamikil brotsverk. Ein onnur stór avbjóðing er, sigur Rigmor Dam, at vit hava einki skipað eftirverndartilboð til tey ungu, sum hava brúk fyri at verða loftað, tá tey verða leyslatin. Rigmor Dam vísir samstundis á, at danskir myndugleikar byggja í løtuni fongsul í Grønlandi fyri 300 milliónir krónur, tí mett verður, at tað er dupult revsing at noyðast av landinum at sita ein dóm. Sakførarin hjá felagnum, Jens Andrias Vinther, er í ferð við at skriva stevning, har hann fer at krevja, at landsstýrið og Løgmansskrivstovan verða dømd at viðganga, at avgerðin um veiðiloyvið er tikin av órøttum. Jens Andrias Vinther sigur, at hann hevur longu sent Løgtingsins umboðsmanni kæru um gegnið hjá Løgmansskrivstovuni at taka avgerðina um Anitu. Jens Andrias Vinther sigur, at Løgmansskrivstovan var ógegnig at taka avgerðina, tí longu áðrenn hoyringarfreistin um ætlanarskrivið um at taka veiðiloyvið var farin, segði løgmaður í Degi og Viku, at Anita fór at missa loyvið Dorthea Joensen er bóndi á Signabø. Hon hevur ein 6 marka garð við 240 áseyðum. Men so eigur hon eisini fleiri ross og ymiskt, sum hon roynir at brúka í ferðavinnuhøpi. Vit hava ringt til Dortheu fyri at hoyra um hvussu hon og famljan royna at byggja nakað í ferðavinnuhøpi Egna avritið av bókini, sum Hitl er sjálvur hevði heima í íbúðini í M nchen, varð í 1945 tikin úr íbúðini saman við øðrum lutum hjá Hitler. Hetta skribar DailyMail Tað var amerikanski hermaðurin Joseph Ben Lieber, sum tók bókina heim við sær. Bókin er frá 1932, og hildið verður, at hetta er einasta persónliga eintakið hjá Adolf Hitler av Mein Kampf. Innanfyri á permuni, er innsiglið hjá Adolf Hitler. Tað var í 1925 at týski ríkisleiðarin, Adolf Hitler gav út bókina Mein Kampf Uppboðssølumaðurin, Craig Gottlieb, sum hevur selt fleiri persónligar lutir hjá Hitler, væntar at bó kin kann fara fyri umleið 660.000 krónir Landslæknin fer úr starvi hin 31. oktober, eftir at hann í juni boðaði frá, at hann ynskti at verða loystur úr starvi vegna aldur, nú hann fylti 70 ár hin 12. oktober. Høgni Debes Joensen byrjaði í starvinum 35 ára gamal og hevur sotstatt verið landslækni í 35 ár, nú hann fer frá, stendur í tíðindaskrivinum. Tað heldur Aksel Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum. Løgmaður segði í gjár, at hann fer ikki at loysa Johan Dahl úr starvi, og koyrdi málið yvir til løgtingi. Formaðurin í Javnaðarflokkinum, segði soleiðis í tíðindunum á middegi Úrskurður er nú komin í málinum, har Team Klaksvík kærdi Kyndil fyri at hava brúkt ólógligan leikara í 1. umfari, tá liðini møttust í Havn. Tað skrivar heimasíðan hjá Hondbóltssambandinum. 28. september leiktu Kyndil og Team Klaksvík dyst í bestu hondbóltsdeildini, og við avgerðini hjá Aganevnini vinnur Team Klaksvík dystin. Men ikki fyrr enn 03.10.14, altso 5 dagar eftir dystin, sendir venjarin hjá Kyndli, Hjalmar Klein Olsen, teldupost til umsitingina hjá HSF, har hann biður um at fáa flutt spæliloyvið hjá Rune Olsen úr donskum felagi til Kyndil. Umsitingin eftirkannar dómaraseðilin fyri henda dystin, og har framgongur, at leikarin stendur á dómaraseðlinum, at hann hevur spælt og skotið eitt mál. Kyndil førir fram, at talan var um dyst, sum Kyndil vann greitt 32 18, har ivi ongantíð var um úrslitið og at hesin leikarin spældi seks minuttir seint í dystinum. Í svarinum frá Aganevndini stendur, at feløgini sjálv skulu tryggja sær, at leikari hevur leikrættindi fyri felagið. Og hesa skyldu hevur Kyndil ikki hildi. At leikarin møguliga ikki hevði ávirkan á dystarúrslitið, metir Aganevndin ikki vera viðkomandi í tílíkum máli, og vísir til reglurnar Spæliloyvið hjá leikaranum var ikki í Kyndli, tá dysturin varð leiktur, og sostatt var leikarin ólógligur, stendur í niðurstøðuni. Avgerðin kann kærast til dómsnevndina hjá Hondbóltssambandinum innan 14 dagar. Men tað kostar at kæra, krónur 500, stendur í svarinum frá Aganevndini. VÍF nýtti somuleiðis ólógligan leikara í fyrsta umfari hjá fyrstu deild. Talan var um dystin móti StÍF á Skála. VÍF verður somuleiðis dømt at tapa hendan dystin. Undir slagorðinum Tú hevur hugskotið vit hava tey góðu ráðini hevur Íverksetarahúsið í Klaksvík við Rana Nolsøe á odda spælt ein lyklaleiklut seinastu sjey árini fyri tey, sum ynskja at seta egna fyritøku á stovn Alsamt longri og longri verður ímillum teir føroyingar, ið hvønn sunnu og halgidag seta seg á beinkirnar í føroysku fólkakirkjuni, vísa tøl hjá Hagstovu Føroya . Í 2000 vóru 84,5 prosent av øllum føroyingum limir í fólkakirkjuni. Við árslok 2013 vóru 81,9 prosent av øllum føroyingum limir í fólkakirkjuni. Afturgongdin frá 2000 2014 var 2,6 prosent. Í miðal hava 0,19 prosent av føroyingum hvørt ár seinastu 14 árini meldað seg úr fólkakirkjuni. Umroknað svarar tað til, at eftir fimm árum hava útivið eitt prosent meldað seg úr kirkjuni. Talið av føroyingum, ið hava meldað seg úr fólkakirkjuni, er mótroknað fólkatalið í hagtalsgrunninum hjá Hagstovuni. Tískil er skiftandi fólkatalið í Føroyum ikki ein feilkelda. Til ber ikki at siga, um fólk hinvegin eru innlimað í aðrar samkomur, tá tey hava meldað seg úr fólkakirkjuni. Hagstovan skrásetir ikki talið av limum hjá samkomum í Føroyum. Drongurin skal, sambært myndugleikunum, hava havt ætlanir um at leggja bumbu á almennum staði í landinum og síðani melda seg upp í víðgongda hernaðarliga bólkin, Islamskur Statur, í Sýria. 14 ára gamli drongurin er turkiskur ríkisborgari, men hevur búð í Eysturríki í fleiri ár. Løgreglan hevur hildið vakið eyga við dronginum síðani fyrst í hesum mánaðinum. Hann játtaði, at hann hevði ætlanir um at fara til Sýria, og at hann á internetinum leitaði eftir framferðarháttinum til at gera skipan við spreingievni, sigur talskvinnan fyri ríkisákæran í Sankt Pølten økinum í Nieder østerreich. Drongurin skal hava víst víðgongda hernaðarliga bólkinum, Islamskur Statur, sín stuðul, og ynskti at sleppa til Sýria at stríðast fyri bólkin. Sambært løgregluni hevði hann ætlanir um at spreingja bumbu við eina av stóru tokstøðunum í høvuðsstaðnum, Wien og á øðrum almennum støðum. Myndugleikarnir í Eysturríki kanna umleið 150 persónar, sum eru farnir úr Eysturríki til Irak og Sýria fyri at hjálpa hernaðarligum bólkum, sum stríðast har. Fleiri lond í Vesturheiminum royna at fáa tamarhald á hóttanunum frá persónum, sum hava verið í kríggi í Sýria ella í Irak. Tí stúrt verður fyri, at teir eru vorðnir víðgongdari, tá teir koma heimaftur. Parlamentið í høvuðsstaðnum í Burkina faso, hann eitur Ouagadougou, stendur í ljósum loga. Tað skrivar BBC , sum hevur fólk á staðnum, fyri løtu síðani. Sum skilst hava mótmælisfólk fest eld í, tí parlamentið umhugsar at broyta grundlógina í Burkina Faso, so forsætisráðharrin Blaise Compaor kann halda fram. Blaise Compaore hevur sitið við valdið síðani hernaðarkvettið í 1987. Fleiri val hava verið, sum forsætisráðharrin hevur vunnið greitt, men bæði andstøðan í landinum og altjóða samfelagið hava sett spurnatekin við øll valini, sum øll hava verið merkt av illgruna um svik. Sambært altjóða tíðindastovuni AFP, hava umleið 1500 mótmælisfólk hertikið parlamentið. Almennu loftmiðlarnir í landinum eru sløktir og løgreglan hevur skotið við táragassi eftir mótmælisfólkunum. Tað er ov klossut, at forkvinnan í Landsstýrismálanevndini ikki megnar at fáa fulla semju um niðurstøðurnar um Johan Dahl, sigur løgmaður. Heimsheilsustovnurin, WHO, mælir nú til at banna sølu av orkudrykkjum til børn og ung. Men í Føroyum kunnu børn ótarnað keypa hesar drykkir. Eitt dømi um hetta er smápartafelagið KMP, sum í 2006 og 2007 keypti partabrøv í Eik við láni úr Eik, og uttan aðrari trygd enn tey partabrøvini, sum felagið átti í bankanum. Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, fer at venda sær til Fólkaheilsuráðið, nú tað er komið fram, at WHO mælir til at banna sølu av orkudrykkjum til børn og ung. Heimsheilsustovnurin mælir til, at aldursmarkið fyri at keypa orkudrykk skal vera tað sama sum at keypa rúsdrekka. Tað er ógvuliga sannlíkt, at andstøðan á løgtingi fer at reisa misálit á Johan Dahl, landsstýrismann, fyri handfaringina av málinum um meirnýtsluna á Strandfaraskipum landsins. Løgmaður sigur í dag við Norðlýsið, at hann góðtekur ikki lógarbrot, og hann fer at brúka hesa vikuna til at seta seg væl inn í málið, áðrenn hann tekur endaliga støðu til, hvørja politiska lagnu Johan Dahl skal fáa. Mynd Aksel V. Johannesen og Poul Michelsen arbeiða saman við hinum flokkunum í andstøðuni við einum upskoti um misálit á Johan Dahl, landsstýrismann Nýggja staklagið hjá teimum báðum Guðrið Hansdóttir og Janus Rasmussen úr BYRTA eitur Í tínum eygum , og Heiðrik á Heygum hevur framleitt sjónbandið. Hesa vikuna hoyra vit søguna Mítt løgna lív. Karl N. Nielsen týddi til føroyskt. Gutti Winther lesur og Leivur Thomsen ger ljóðmyndina Tað er vinunevndin hjá Tórshavnar býráð sum hevur tikið stifg til byggiætlanina á Skarðshjalla, har tey hava lagt 18000 fermetrar av til 17 grundstykki í ymiskum støddum. Stykkini vera frá 800 til 2500 fermetrar. Hetta er tað vinnan vil hava, og hetta fer at økja nógv um vinnumøguleikarnar í økinum, sigur borgarstjórin, Heðin Mortensen. Hann sigur eisini, at tað er helst eingin ivi um, at størsta vinnuliga útbyggingin næstu nógvu árini, fer at vera inni á Skarðshjalla. Býráðið hevur játtað pening at gera stóra økið til smærri øki til virksemi hjá fyritøkum og virkjum annars. Økið er slættað, og nú verður farið undir at býta økið í smærri stykki, gera kloakkir og gongubreytir. Allar tekniskar veitingar verða gjørdar bæði gøtuljós, fjarhiti, vatnveiting, streymur og telefonlinja, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri. Útstykkingin á Skarðshjalla er liður í arbeiðinum hjá kommununi at geva vinnuni so góðar karmar fyri virkseminum sum gjørligt. Útstykkingararbeiðið varð boðið út í vár í innbodnari útbjóðing og felagið Plan Sp f stendur fyri arbeiðinum. Fyrsta viðgerð av fíggjarætlanini fyri 2015 var í gjárkvøldið. Fíggjarætlanin varð samtykt. Hon fekk tíggju atkvøður. Tjóðveldisfólkini atkvøddu ikki. Higartil hava Føroyar verið við sum partur av Danmark í slíkum skattavtalum. Nú eru Føroyar við sum sjálvstøðugur partur, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður. Arbeiðið at fyrireika stóru útbyggingina á eystaru bryggju í Havn er nú komið so langt, at nú er klárt at broyta byggisamtyktina fyri økið. H.N.Jacobsens Bókahandil hevur givið út nýggja bók við vísum og kvæðum til brúðardans. Í sendingini skipar Jónleif Johannesen í Klaksvíkar Dansifelag nýggju brúðarvísuna, Lat okkum taka saman, sum Eyðun Eliassen, á Trøllanesi yrkti til eina kapping fyri tveimum árum síðani. Hilmar Kass skipar í Dansifelagnum í Havn Fisken tager sin føde i vand. Og sumbingar kvøða Bøhmerlandsdronningen. John Lisberg skipar. Og so skulu vit hoyra um eina heiðursløn sum danska avísin Børsen letur á hvørjum ári. Hendan heiðurslønin eitur Børsens Gazelle pris og í ár er ein teirra sum hevur fingið hana Jógvan Ullmann, sum býr í Esbjerg og arbeiðir innanfyri frálandavinnununa. Foreldur hava ábyrgdina av sínum børnum. Luturin hjá Klaksvíkar kommunu, hjá okkum, er í samstarvi at skapa teir best møguligu karmarnar, ið stimbra menningina av okkara børnum og ungu til at standa seg, bæði her heima og seinni eisini í altjóða høpi, sigur Jóhann L tzen Umframt sjónleikaraummælið, eru mentanarvirðislønir Norðurlandaráðsins til viðgerðar í sendingini. Ann Ellefsen og Birgir Kruse umrøða ávikavist bók og film, sum fingu virðislønir í ár. Eisini er stutt kut frá framsýningini GISP. Tekniski leiðarin í Odda, Jostein Eitrheim, viðgongur, at kommunan ikki hevur gjørt arbeiðið til fulnar, men vísir aftur skuldsetingunum um, at tey hava sett mannalív í váða. Vit hava ikki gjørt tær neyðugu skrásetingarnar, so ávaringar kundu verið sendar út, men vit høvdu neyvan gjørt á henda hátt eina aðru ferð, men eg vil ikki siga, at vit hava sett mannalív í vaða, sigur Eitreim við NRK . Ein talsmaður frá vatn og orkuráðnum, Olav Samdal, sigur at tey nágreiniliga hava skrásett økini har flest fólk búgva í Hordaland, nevniliga Dale, Eidfjord, Etne, Nesttun, Os og Voss, men tað er sera kostnaðarmikið at gera hesar nágreiniligu skrásetingarnar, sigur Olav Samdal. Vit royna at raðfesta økini, sum verða skrásett, sigur Samdal, og spurdur um tey ikki skuldu havt raðfest Odda hægri, sigur hann, at í dag kundi verið sagt at tað skuldi verið gjørt, men hetta er rættuliga kostnaðarmikið arbeiði, sigur hann. Trupuleikin í Odda var, at áin rættiliga skjótt fór um áarbakkan og tók fimm hús við sær. Ein teirra, sum sá sítt hús fara, er Knut Granheim. Hann sigur at hann sá eitt blátt blunk, tá stórt skamlop var í húsinum, og síðan fór húsið við ánni. Hetta tók bert nøkur fá sekund, sigur Knut Granheim við NRK. Trivnaðarnevndin hjá býráðnum samtykti annars í apríl í ár at seta í verk býráðssamtyktina frá juli í 2012 um at byggja nýggjan stovn og bjóða arkitektaarbeiðið út alment. Men í mai í ár samtykti Fíggjarnevndin at mæla býráðnum til at bjóða út arbeiðið at høvuðsumvæla bygningin sum undirhondsboð millum tveir arbeiðstakarar. Og tað samtykti býráðið. Konan skrivar, at hon hevur leiðandi starv. Maðurin er handverkari. Hann hevur verið henni stórur stuðul, so alt heima hevur gingið uppá stás børn og hús og heim og hennara karriera. Men nú vil maðurin fara til Noregs at arbeiða og hon hevur besta hug at siga kortanei. Maður heldur, at børn í dag læra ikki tað mest neyðturviliga. At fletta og kryvja og mála. Foreldrini hava ikki børnini við í arbeiðnum og tað er harmiligt, skrivar lurtarin. Maðurin vil fegin bjóða konuni eina romantiska ferð til London. Men hon vil ikki fara frá børnunum og vil heldur vera heima. Maðurin er tí við at missa tolið við hana. Versonur skrivar um lýsingina ístaðin fyri blómur og krans . Hann heldur, at tað var løgið at familjan valdi at peningurin skuldi sendast til heimið, har verfaðirin búði seinastu árini. Versonurin heldur, at verfaðirin hevði so mong áhugamál, so peningurin var betri farin til eitt av hesum feløgum. Í vangamyndini hesaferð er Gilli Mohr. Og Gilli dugir at greiða frá um Mykines, og hví oyggin man eita Mykines. Eisini dugir Gilli væl at ganga á stúltum, og so er eisini ein hestur, sum dámar væl gularøtur. Tá Felisia kemur við fruktini, er Kob til reiðar at vísa, hvussu skorin frukt kann síggja út. Eitt gott hugskot at hava við í matpakkan og kanska at bjóða góðum vinum. Sp f ÁTS, sum er høvuðsarbeiðstakari, hevur undirskrivað sáttmálan við Landsverk, har felagið tekur á seg uppgávuna at út og umbyggja Kringvarpshúsini í Sortudíki. Arbeiðið verður gjørt stigvíst, tí játtanin sum fyriliggur í løtuni, røkkur ikki til alla verkætlanina, sum fevnir um 1. og 2. byggistig. Farið verður í gongd sum skjótast, og eftir ætlan skal bygningurin verða liðugur í august næsta ár. Kostnaðurin er slakar 8,5 milliónirkrónur Ása Justinussen og Finnbogi Ísakson mistu teirra lítlu Glæmu, bert 3 og ein hálvan mánaða gomul. Ása sigur frá hesi sváru tíð og stóru sorg, men vónin ber, at hon einaferð fer at síggja lítlu Glæmu aftur. Í tilverustólinum er Johan í Djónastovu. Eisini hann veit at siga frá stórum sakni, tí tey mistu teirra seks ára gomlu dóttir. Hann sigur, at dóttirin er farin undan og einaferð fara tey at síggja hana aftur. Fá ár hava kærurnar verið fleiri enn 10 í tali. Í 2012 vóru 14 kærur, í 2011 vóru 8 kærur og í 2010 vóru bert 7 kærur frá sjúklingum, sum kendu seg skeivt ella illa viðfarnar av heilsustarvsfólkum. Føroyska klædnamerkið Soul Made Faroe Islands, var í morgun sýnt fram á mótaframsýning í Eiffeltorninum í París. Vit tosaðu fyrr í morgun við Beintu Poulsen, sum hevur sniðgivið føroysku mótaklæðini Hann var heilt ungur, tá hann fór at spæla við besta liðnum hjá B36, og enn er Jákup á Borg millum fremstu fótbóltsspælarar okkara Og har hann er, er hann heilur. Sterki viljin at vinna saman við góða spælinum ger liðskiparan í B36 til ein tann mest vinnandi á føroyska fótbóltsvøllinum nakrantíð. Jákup er dámligur maður, men á vøllinum kann sterki viljin koma til sjóndar og tað hevur givið onkran samanbrest við annaðhvørt mótleikara ella dómara, og okkurt gult kort hevur hann fingið fyri tað, men afturfyri kann so eingin koma og siga, at royndi liðskiparin ikki gevur alt, hann eigur. Átjan ár á besta liðnum hjá B36 og HB og á landsliðnum hava givið Jákupi nógv góð upplivilsi, og tú merkir, at hann fegnast um tey, tá hann sigur frá. Klædnamerkið hjá Beintu Poulsen, Soul Made, var persónliga útvalt av heimskendu modellini Jessicu Minh Anh, sum skipaði fyri serligu, altjóða mótasýningini í Eiffeltorninum í Paris í morgun. Móttøkan var góð, heldur Beitan Poulsen, sum sær luttøkuna í mótasýningini sum eitt gylt høvi at kera navnið hjá Soul Made kent millum klædnakeyparar. Sendingin hesaferð snýr seg um átrúnað. Ása Johannesen, ein av stovnarunum av felagnum Gudloysi og Johann Petersen, kristin og virkin í ungdómsarbeiðinum hjá Ebenezer kjakast um evnið. Bókin er í 11 pørtum. Eyð Berghamar Jacobsen lesur. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2013. Bókin Lat eisini meg er nýggj upprunaføroysk bók um happing. Ein hjartanemandi søga um at kenna seg uttanfyri Halldóra Dam hevur skrivað bókina, sum eisini er fyrsta bók úr hennara hondum. Bókin er um gentuna Drós, sum verður illa happað í flokkinum. Hvør einasti dagur er eitt satt stríð at koma ígjøgnum, tí hon veit ongantíð, hvat hon kann vænta sær. Drós gongur einsamøll við hesum, ongin veit av nøkrum uttan sjálvandi happararnir. Men so ein dagin kemur Rita at ganga í flokki saman við Drós, og tá fer knappliga okkurt at henda, tí Rita ræðist ikki, hvat onnur halda, at ein eigur at gera. Hon hevur sín egna vilja, og hon vil vera saman við Drós, tí henni dámar hana Hetta er ein bók beint úr gerandisdegnum og lýsir eitt fyibrigdi, sum nógv børn tíverri kenna aftur. Bókin er serliga væl egnað til tey 9 til 12 ára gomlu. Hon er 96 bls., og unga Bjørk Jónheðinsdóttir Tróndheim hevur gjørt permuna. Upphæddin er í alt tvær milliónir. Ása Christiansen fær 1,7 millíónir í sín part, og Kringvarpið rindar harumframt 300.000 krónur til TAKS. Damanaki sigur við heimasíðuna hjá ES, at hon vónar, at fokus framvegis verður á burðardyggan fiskiskap, sum altíð hevur staðið ovast á listanum hjá henni, hesi fimm árini, hon hevur verið fiskivinnukommisserur. Serliga í hesum truplu tíðum, tekur tað tíð, áðrenn búskapurin flytir seg, og ofta tekur tað uppaftur longri tíð, áðrenn búskaparligum avleiðingarnar merkjast í vinnuni. Men tað loysir seg at halda kós, til nýskipanini av felags fiskivinnupolitikkinum er komin upp á pláss og til fiskurin verður fiskaður á burðardyggan hátt, seinast í 2020. Hetta fer at nøgdina av fiski við umleið 15 miljónum tonsum, og tað fer at geva fiskimonnum møguleika at fiska uppaftur meira, og samstundis verða upp í 30 prosent fleiri arbieðspláss, umframt at útlit eru fyri, at inntøkurnar í fiskivinnuni økjast til 1,8 milliardir evrur, sigur Maria Damanaki. Betri gransking, nýhugsan og samstarv fara hava við sær nýggjar búskaparligar møguleikar í 2020, sum kann økja talið av arbeiðsplássum upp í 7 milliónir størv, og samlað virði upp á ikki minni enn 600 milliardir evrur. Undirstøðið er lagt, hóast tað framvegis er nógv eftri at gera. Men við at halda kós og stevnu, røkka vit málinum um burðardyggan fiskiskap, sigur Maria Damanaki við ES heimasíðuna. Og eitt navn er komið aftrat á listan yvir sjólátin seinsasta árið Tað er Haefundin Hasanah, 34 ár, ættaður úr Indonesia, hann sló út við garnabátinum Anitu 11. februar 2014 Tað var eftir seinna heimsbardaga at umrøtt varð at áseta almennan flaggdag til minnis um teir, sum vóru farnir á sjónum. 15. mars 1949 varð samtykt, at halda allahalgannadag, 1. november, sum minningardag teirra sjólátnu. Fíggjarmálaráðharrin í landinum almannakunngjørdi í farnu viku uppskot, sum skuldi áleggja fólki 3,50 krónur í skatti á hvørt gigabeit sum tey nýta. Tað skuldi vera neyðugt fyri at fáa fíggjarætlanina fyri næsta ár at hanga saman, segði hann. Eygleiðarar siga, at uppskotið ikki bert hevði til endamáls at fáa fleiri pengar til vega, men ein roynd at trýsta andstøðuna í landinum. Bólkurin á Facebook eitur Haruskjóting í Føroyum , og har finnur tú umframt hagtøl og frágreiðingar, eisini skema til at skriva veiðitølini í til Eyðfinn Magnussen at brúka. Leiðarin fyri Boko Haram, Abubakar Shekau, sigur, at tað kemur ikki upp á tal at lata genturnar fara, tí tær hava konverterað til islam, eru giftar monnum og eru nú í hjúnarlagsliga heimi sínum. Málið um genturnar eru farið, tí eg havi fyri langari tíð gift tær burtur. Í hesum krígnum kanst tú ikki broyta fortíðina, sigur leiðarin, Abubakar Shekau við AP tíðindastovuna. Vit hava onga avtalum um vápnahvíld við nakran. Vit hava ikki samráðst við nakran, so tað er lygn. Og vit vilja heldur ikki samráðast, tí hvør er meiningin við tí Allah sigur, at tað skulu vit ikki, sigur Abubakar Shekau í eini sjónbandaðari fráboðan, sum millum annað BBC hevur sent. Í farna mánaði upplýsti Nigeriski verjuovastin, Alex Badeh, at Boko Haram hevði góðtikið vápnahvíld, og at genturnar skulu latast leysar. Andstøðan í Burkina Faso mótmælir nú, at herðurin í landinum, hevur tikið valdið, eftir at landsins forseti, Blaise Compaore, hevur lagt frá sær. Hetta skrivar BBC í morgun. Andstøðan sigur, at tað er fólkið, sum skal skipa nýggja stjørn og ikki hernaðarleiðslan, sum skal skal hava valdið. Tí ætlar andstøðan at fáa fólk í túsundatali at mótmæla seinnapartin í dag. Boðini frá andstøðuni koma bert fáar tímar eftir at tað var greitt, at næstovastin í herinum, Isaac Zida, er valdur fyribils leiðari i Burkina Faso. Fráfarni forsetin Blaise Compaore er flýddur til grannalandið Fílabeinsstrondina. Tíðindamaðurin hjá BBC, Thomas Fessy, sum fylgir gongdini í Burkina Faso frá Senegal, sigur, at íbúgvarnir í Burkina Faso eru bangin fyri, at herurin nú fer at taka alt valdi í landinum, tí andstøðan hevur staðið sera veik øll árini forsetin Blaise Compaor hevur sitið við valdið. Thomas Fessy heldur, at mótmælisgongan í dag fer at vísa um andstøðan er blivin nakað sterkari. Býráðið samtykti hóskvøldið eitt uppskot frá meirilutanum í Fíggjarnevndini um at seta av pláss til Tjóðpallin á Skálatrøð. Arbeiðsbólkurin, sum varð settur í fjør at gera byggiskrá, sigur, at bygningurin verður 3.000 fermetrar. Mentamálaráðið hevur heitt á Tórshavnar kommunu um at vísa á eitt stað, har sum Tjóðpallurin kann byggjast. Valið stóð millum økið, har sum Kommunuskúlin er nú, og Skálatrøð. Býráðið samtykti eisini at játta 200.000 krónur til at fyrireika arbeiðið. Møguliga verður eisini bygt eitt hús til bilar á Skálatrøð. Tað er ikki á hvørjum degi, verri enn so eisini, at hann er til viðgerðar í løgtinginum, Føroya fólkaháskúli, men nú hevur Gunvør Balle, løgtingskvinna, sett Bjørn Kalsø, landsstýrismanni í mentamálum, fyrispurning um Háskúlan. Tingkvinnan spyr, hvørja árliga játtan Háskúlin hevur fingið seinastu 30 árini, hvør játtanin hevði verið í dag, um hon var prístalsviðgjørd á hvørjum ári síðani 1985, og um landsstýrismaðurin hevur nakra ætlan um um at gera ábøtur á bygningarnar hjá Háskúlanum. Gunvør Balle sigur, at Háskúlin hevur tíverri ikki fingið nógv uppmerksemi frá politiska myndugleikanum í nógv ár, og umstøðurnar eru tí hareftir. Játtanin hevur verið tann sama í mong harrans ár, so at siga ongar ábøtur eru gjørdar, og bygningarnir eru tí sera niðurslitnir, ótíðarhóskandi og dýrir at reka, sigur Gunvør Balle. Hølisumstøðurnar og lítla rakstrarjáttanin gera tað tvørligt framhaldandi at endurnýggja og menna skúlan og víðka um skeiðstilboðini, sigur Gunvør Balle í sínum fyrispurningi til Bjørn Kalsø. Landsstýrið ætlar at játta Háskúlanum tvær milliónir og 325.000 krónur næsta ár, 25.000 krónur meira enn í ár. Og í dag verður 115 ára hátíðarhald á Háskúlanum, tí 115 ár eru liðin, síðani fyrsta háskúlaskeiðið byrjaði. Tað var 1.nov 1899 á Stongunum í Klaksvík. Hátíðarhaldið hjá Føroya Fólkaháskúla er kl.16.00 í dag, á skránni eru røður, felagssangur, framførslur og føroyskur dansur. Fýra tilburðir eru størsta talið síðani 2000, tá seks tilburðir vóru. Í 2012 vóru tveir tilburðir og tað sama í 2011 og 2010, í 2009 var eingin. Síðani 1998 eru komnar 26 fráboðanir um fólk, sum høvdu tuberklar. Eingin fráboðan kom um HIV í fjør og heldur ikki um eyðkvæmi. Síðani 2005 er bara ein fráboðan komin um HIV smittað fólk í Føroyum, tað var ein kvinna í 2011. Fyrsti HIV tilburðurin í Føroyum varð funnin í 1986, og fyrsti tilburður av eyðkvæmi varð fráboðaður í 1989. 15 menn og seks kvinnur hava fingið HIV smittuna í Føroyum, sjey menn og tríggjar kvinnur hava fingið eyðkvæmi, fimm menn og allar kvinnurnar eru deyð av sjúkuni. Á eykaaðalfundi 27.september varð nýggj nevnd vald í FNU. Í henni er bara kvinnur. Umframt Gunnhild eru Selma Dahl Erol í Havn, Haldis Johnsdóttir Carlsson á Skála, Sanna Andrassardóttir Dahl í Havn og Ragnheiður Bogadóttir í Havn í nýggju nevndini. Nýggjastu tølini hjá landslæknanum eru frá 2012. Tað árið doyðu 55 menn og 40 kvinnur av krabbameini og 36 menn og 38 kvinnur av hjartasjúkum. Sjálvmorðini eru sera fá í Føroyum sammett við hini Norðurlondini og Evropa, og talið er ikki vaksandi í Føroyum, heldur tvørturímóti. Fýra tilburðir av tuberklum vóru fráboðaðir landslæknanum í fjør. Higartil í ár er eingin tuberklatilburður fráboðaður í Føroyum. Fýra tilburðir eru størsta talið síðani 2000, tá seks tilburðir vóru. Í 2012 vóru tveir tilburðir og tað sama í 2011 og 2010, í 2009 var eingin. Síðani 1998 eru komnar 26 fráboðanir um fólk, sum høvdu tuberklar. Eingin er deyður av tuberklum í Føroyum síðani 1992, tá eitt fólk doyði sambært Heilsulýsing landslæknans. Eingin fráboðan kom um HIV í fjør og heldur ikki um eyðkvæmi. Síðani 2005 er bara ein fráboðan komin um HIV smittað fólk í Føroyum, tað var ein kvinna í 2011. Fyrsti HIV tilburðurin í Føroyum varð funnin í 1986, og fyrsti tilburður av eyðkvæmi varð fráboðaður í 1989. 15 menn og seks kvinnur hava fingið HIV smittuna í Føroyum, sjey menn og tríggjar kvinnur hava fingið eyðkvæmi, fimm menn og allar kvinnurnar eru deyð av sjúkuni. Ávaringin er tó tann sama sum undanfarin ár, men hon hevur ongantíð verið so hvøss sum nú, og vísindaligu niðurstøðurnar hava heldur ikki verið so avgjørdar sum nú. Útlitini er alt enn góð havið hækkar, hitin hækkar, tað verður turrari og eisini meira avfall og vatnflóð, vantandi drekkivatn og minni hveiti, meis og rís vera í framtíðini. Nýggja frágreiðingin Climate Change 2014 , er ein samandráttur, 40 síður, ætlaður politikarum og øðrum, sum taka avgerðirnar. Frágreiðingin er fyrst og fremst ætlað ríkisleiðarum og stjórnarleiðarum, sum í desember næsta ár skulu gera altjóða veðurlagsavtalu í París. Vit kunnu minka veðurlagsbroytingarnar, verður sagt. Nógvar loysnir eru, einasta, sum okkum vantar, er viljin at broyta, sigur formaðurin í IPCC, veðurlagstoyminum hjá ST, Rajendra Pachauri. Í ringasta føri verður hitin 4,8 stig hægri og havið hækkar millum 26 og 82 sentimetrar fyri árið 2100. Skulu vit sleppa undan vanlukkunum, sum hótta, er neyðugt at minka útlátið 40 70 prosent frá 2010 til 2050 og einki CO2 útlát skal vera árið 2100. Loysnin er millum annað varandi orkukeldur, men neyðugt er eisini at finna tøkniligar loysnir, so vakstrarhúsgass kunnu goymast í jørðini. Ein loysn er CO2 kvotur ella CO2 skattur. Almennur stuðul til kol, olju og gass skal halda uppat ella minka. Sambært IPCC ber til at forða fyri veðurlagsbroytinginum við at brúka 0,06 prosent av vøkstrinum í nýtsluni, sum væntandi veksur 1,6 til 3 prosent um árið í hesari øldini. STÍF H71 20 24 6 12 Toppskjútti, STÍF Fríði Djurhuus 5 mál Toppskjútti, H71 Mark Laursen Marcher 6 mál Hvonn deildin VB VÍF 30 27 14 11 Toppskjúttar, VB Helga Kjærbo og Ingrida Kuodyte 6 mál Toppskjútti, VÍF Durita Jojic 13 mál STÍF Stjørnan 33 15 Toppskjútti, STÍF Fríðrún Danielsen 9 mál Toppskjútti, Stjørnan Judit Hansen 5 mál Vánaligu umstøðurnar fyri bogaskjýttar hevur ført við sær, at Annika Vang sum er okkara fremsti bogaskjýtti hevur tikið eina avgerð um at ikki luttaka á oyggjaleikum í Jersey í 2015. Vit varpa ljós á avgerðina hjá Anniku Vang samstundis sum ÍSF forsetin Petur Elias Petersen vitjar okkum í útvarpstovuni. Bogaskjúttar hava einki stað at venja og okkara fremsti bogaskjútti, Annika Vang, hevur tikið eina avgerð. Hon fer ikki at luttaka á komandi oyggjaleikum, sum støðan og umstøðurnar eru nú. Hetta kann hava sera stórar avleiðingar fyri alt landsliðið í bogaskjóting. Tí Annika Vang, skjýtur í greinini recurve og um hon ikki luttekur verður recurve liðið møguliga ikki mannað. Vit seta eisini Helenu Dam á Neystabø forkvinnu í mentamálanevndini í Tórshavnar Býráð spurningar hesum viðvíkjandi. Petur Elias Petersen, ÍSF forseti vitjar okkum eisini í útvarpstovuni. Í sjónvarpsstovuni verður ein ungur íverksetari, sum varð headhuntaður av alirisanum Bakkafrosti ein íðin javnstøðukjakari við einum heilt serligum starvi og eini heilt serligari lagnu og ein føroyingur, sum er transseksuellur ella tvørkyndur, og sum kennir seg føddan í skeivum kroppi. Heini í Skorini leggur til rættis. Fyri kortum var Niklas Jógvan Arge innlagdur á Barnadeildini á Landssjúkrahúsinum. Her var gott at vera, og øll vóru fitt og blíð. Nú vil Niklas Jógvan savna pening inn, soleiðis at tey fáa gávur, sum tey ynskja sær. Eisini fáa tey vitjan av klovninum BUBU. Tað er stuttligt at savna inn, sigur Niklas Jógvan, sum er gestur í Barnaútvarpinum í dag. Og føroyskar kvinnur eru yvirhøvur yngri enn til dømis kvinnurnar í Danmark, tá tær eiga barn fyrstu ferð. Sambært Heilsulýsingini hjá landslæknanum er miðalaldurin á føroyskum kvinnum, sum eiga fyrstu ferð, 25,4. Føroyskar kvinnur eru í miðal trý ár yngri enn danskar kvinnur, tá tær eiga sítt fyrsta barn. Miðalaldurin fyri allar føroyskar kvinnur, sum áttu í fjør, var 29,7 ár. Í Danmark var miðalaldurin 30,9 ár. Føroyskar kvinnur eiga eisini fleri børn enn tær donsku, tað er nógv vanligari at eiga fleiri enn tvey børn í Føroyum enn í Danmark. Í fjør blivu 637 børn fødd í Føroyum, einki barn var deyðføtt. 16 tvíburðar blivu føddir í fjør. Sambært fráboðanum frá ljósmøðrum royktu 84 av 621 barnakonum í 2013, tá tær vóru til fyrstu barnakonukanning. Hetta svarar til 13,5 prosent. Og børn hjá mammum, sum royktu, vigaðu í miðal 206 gramm minni, tá tey vórðu fødd, enn børn hjá mammum, sum ikki royktu. Og í fjør vóru foreldrini hjá 58,6 prosentum av nýføðingunum ikki gift. Hetta er hægsta talið higartil. 23 fosturtøkur vóru í Føroyum í fjør, nógv tað lægsta talið í nógv ár. Fosturtøkurnar í Føroyum eru, í prosentum, nógv færri enn í hinum Norðurlondunum. Nú er staðfest, at smittan breiðir seg ikki so nógv, sigur Christopher Dye í heimsheilsustovninum WHO, sum hevur ábyrgdina av at meta um, hvussu smittan kann væntast at breiða seg. Umleið 1000 fólk verða smittað av Ebola um vikuna í vesturafrikansku londunum, so enn er langt eftir á mál, sigur Christopher Dye við BBC News. Hættislig atferð hjá barninum kann vera, at tað ikki røkir skúlagongdina, misnýtsla, likamligur ella kynsligur harðskapur, og at tað eitt nú setur egnu heilsu og menning í vanda. Barnaverndin fekk 165 mál í fjør 2013, og í 85 av teimum er hættislig atferð hjá barninum nevnd sum ein orsøk til, at málið er tikið til viðgerðar. Tað kunnu vera fleiri orsøkir í sambandi við hvørt mál, sum Barnaverndartænastan fær fráboðan um, og flestu orsøkirnar eru í bólkinum vanrøkt bæði í 2012 og 2013. Tey valdu hava fingið heimild at loysa mál og at fáa lívið í landspørtunum at ganga sína vanligu gongd, stendur í eini fráboðan frá uttanríkisráðnum í Moskva. Sambært valnevndunum hevur loysingarleiðarin, Aleksander Sakhartjenko, vunnið stórsigur í Donetsk, og Igor Plotnitskij hevur vunnið valið í Lugansk. Nýggi uttanríkispolitiski leiðarin í ES, Federica Mogherini, sigur, at valið er ólógligt, og at tað forðar fyri friði í landinum. ES fer ikki at viðurkenna valið, sigur Federica Mogherini. Fyrrverandi stjórin á Strandferðsluni, løgtings og landsstýrismaðurin Thomas Arabo er sørvingur. Hann búði stóran part av krígsárunum hjá ommuni og abbanum á Tormansbakka í Miðvági, hagar mamman flutti við børnunum, tá bretskir heryvirmenn fóru við húsunum úti á Bakka. Thomas gekk í barnaskúla hjá D. Danielsen í Sørvági, og fór í 1952 suður á Tvøroyri at ganga í realskúla. Var síðani eitt nú til skips við klaksvíkstrolarum og fyrsta Vesturvón, til hann fór á sjómansskúla í Havn og tók skipsføraraprógv í 1965. Thomas Arabo sigur í fyrstu sendingini frá barna og unglingaárum sínum og millum annað eisini, hví hann hevur Arabo til eftirnavn. Tey vórui øll í bjargingarvestum, men tað vóru kroppar at síggja alla staðni, pinkubørn og børn. Vit tóku eini 15 til 20 fólk upp, sigur fiskimaðurin Kadir Sert, sum var á staðnum. Eitt bjargingarskip og sjey smærri bátar vóru sendir á staðið, saman við eini tyrlu og einum liði av kavarum, skriva mynduleikarnir á staðnum. Frágreiðingin sigur einki um, hvussu nógv fólk vóru í bátinum. Eitt umboð fyri skipafelagið GAC sigur í síni frágreiðing, at báturin var á veg til býin Constanta í Rumenia, tá hann, um trítíðina mánanáttina, hálvdist í Bosporussundinum Hetta mál byrjaði við eini klagu um viðgerðartíðina av einari umsókn um innlit. Ikki fyrr enn klagað var til mín, fekk klagarin innlit í hetta mál. Tá hevði klagarin bíðað meira enn ein mánað eftir at fáa innlit. Eg haldi ikki, at tað er nøktandi, at henda innlitsumbøn ikki varðsvarað, fyrr enn eg kom inn í málið. Tað er í 16, stk. 1 í innlitslógini ásett, at ein myndugleiki sum skjótast skal gera av, um ein áheitan um skjalainnlit kann verða gingin á møti. Myndugleikarnir hava sostatt eina serliga lógarásetta skyldu at svara innlitsumbønumskjótast gjørligt, og er tað av serligum týdningi, at fjølmiðlar fáa skjalainnlit í mál so skjótt sum gjørligt. Viðgerð mín av hesari klagu snýr seg um, hvørt Fíggjarmálaráðið hevur strikað út ov nógvar upplýsingar í CIP sáttmálanum, sum klagarin, tann 11. februar 2014, fekk innlit í. Umboðsmaðurin hevur heitt á Fíggjarmálaráðið um at greiða frá, í hvønn mun tær upplýsingar í sáttmálanum, sum Fíggjarmálaráðið ikki hevur givið Kringvarpi Føroya innlit í, eru egnaðar at skaða fíggjarligu áhugamál landsins, um innlit verður givið í tær. Til hetta svarar Fíggjarmálaráðið, at royndir vísa, at ikki krevst nógv, fyrr enn innlit kann noktast á hesum grundarlagi. Hesum eri eg ikki samd við Fíggjarmálaráðnum í. Útgangsstøðið í innlitslógini er, at rætturin til innlit fevnir um øll skjøl og upplýsingar, og tað krevst ein lógarheimild fyri at sýta eini umsókn um innlit. Fíggjarmálaráðið vísir, í avgerð sínari at avmarka innlit í sáttmálan, til 13, stk. 1 nummar 5 í innlitslógini. Landslæknin og heilsutrygd mæla fólki, ið eru eldri enn 65, eldri fólki við varandi sjúku ella, sum av øðrum orsøkum eru í vanda fyri at gerast sjúk av beinkrími, at lata seg koppseta fyri vetrarbeinkrím. Landslæknin mælir eisini teimum at koppseta seg, sum hava niðursett lungnavirkni, astma, hjartasjúku, skert mótstøðuføri, ovurfiti, barnakonum frá 13. barnsburðarviku, húsfólkum við sjúkum við nógv skerdum mótstøðuføri og aðrar orsøkin, har metast kann, at beinkrím kann hava við sær álvarsligan heilsuvanda. Hvørki Sambandsflokkurin ella Fólkaflokkurin kunnu í dag siga, at teir taka undir við landsstýrismanninum, og formaðurin í Miðflokkinum biður løgmann um at loysa málið, áðrenn misálit kemur í tingið. Helgi Abrahamsen, løgtingslimur sigur, at tað eru tríggir møguleikar viðvíkjandi Johan Dahl, landsstýrismanni. Løgmaður kann siga landsstýrismannin úr starvi, landsstýrismaðurin kann sjálvur fara úr starvi, ella løgtingið tekr støðu í málinum. Hoyr samrøðuna við Helga Abrahamsen her Hon ætlaði sær at keypa inn á vegnum heim frá arbeiði fríggjadagin, men oysandi regn og einki parkeringspláss við handilin høvdu við sær, at Ása broytti meining og fór í SMS at keypa inn. Har keypti hon eisini vinnandi Gekkin, sum seinni sama kvøldið gjørdi, at hon bleiv millióningur og fór avstað við størstu upphædd, sum er vunnin í føroyskum eydnuspæli. Ása hevði í veruleikanum mist vónina at vinna, tí tað gekk illa at fáa tølini. Men so loysnaði, og tá tvey tøl væntaðu, varð telefonin gjørd klár. Og løtu seinni var hon ígjøgnum til studio at snara hjólinum. Eg hugsaði, at 10.500 krónur eisini er nógvur peningur, tí eg tordi ikki at droyma um tann stóra vinningin, sigur Ása Christiansen, sum valdi bláa leypin at fjala upphæddina. Tað skuldi vísa seg at verða eitt skilagott val, tí hjólið steðgaði á bláa leypinum í fyrstu royndini, og Ása Christiansen varð 1,7 millión skattafríar krónur ríkari. Maður Ásu, Magnus Joensen, var staddur uttanlands fríggjakvøldið, tá hann fekk eini sms boð, at Ása var ígjøgnum við fullari plátu. Hann ringdi til vinmannin og fekk soleiðis møguleikan at verða partur av løtuni, tá kona hansara streyk avstað við stóra vinninginum. Thomas Arabo fór á Sjómansskúla í Havn í 1962. Tá skipsføraraprógvið var lokið, fór hann til Danmarkar at lesa til sjómansskúlalærara. Hendan útbúgving samsvaraði við 1. part til civilverkfrøðing, og tá hann var lokin, helt hann fram og tók prógv sum verkfrøðingur í 1973. Frá landsstýrinum fekk Thomas Arabo skjótt ymsar uppgávur innan samferðslumenning á sjógvi og landi. Hann var tekniskur stjóri á Strandferðsluni, tá løgtingið í 1975 keypti donsku ferjuna Morten Mols til suðuroyarsigling og uttanlandssigling. Thomas Arabo var í áttatiárunum skrivari í Vestnorden samarbeiðnum millum Føroyar, Ísland og Grønland. Seinni kom Vestnorden grunnurin, sum serliga grønlendingar og føroyingar hava dúvað uppá, og seinast kom parlamentariska Útnorðursamarbeiðið. Í 1984 varð Thomas Arabo valdur á ting fyri javnaðarflokkin. Um hetta mundið var hann nevndarformaður í Smyril Line. Tá javnaðarflokkurin fekk 10 tingmenn í 1990, varð Tummas landsstýrismaður í ídnaðar og fiskiídnaðarmálum. Hetta var strævin tíð, tí vinnulívið gekk illa og bankarnir fóru á heysin. Børn eru øðrvísi í dag, tí samfelagið er øðrvísi. Tí krevja tey eisini øðrvísi átøk í skúlunum, sigur Annika Antoniussen, kandidatur í pædagogiskari sociologi. Formaðurin í Lærarafelagnum sigur, at tað er ein vaksandi trupulleiki at næmingar eru harðligir við lærarar. Marjun Dalsgaard hevur tosað við Anniku Anthoniussen útbúgvingarleiðara á pedagogútbúgvingini og Herálv Jacobsen, formann í lærarafelagnum. Janus Egholm, ið hevur verið grindaformaður í Streymnesi í mong ár, greiðir frá hvalvágini og ymiskum øðrum viðurskiftum í heimbygdini. Vit hitta eisini Petur Post, sum býr í Hvalvík, men vitjar í barnaheiminum í Streymnesi. Har ferðast systirin Astrid, sum býr í Danmark, saman við manninum. Eplaveltan hjá Streymnesgarði er líka stór sum ein fótbóltsvøllur, og Anna Maria Sivertsen bóndakona rokast við eplini, tá vit hitta hana. Ætlanin við bygninginum er, at hann verður miðstøð fyri altjóða handil, og eisini er ætlanin at hann skal hjálpa fólki at lekja 13 ára gomlu sárini. Enn eru nógvir 1000 fermetrar tøkir til leigarar, tó at fleiri tleigarar flyta inn í dag. One World Trade Center, sum bygningurin í dag eitur, hevur kostað 24 milliardir krónir. Áðrenn var bygningurin kendur sum Friðartornið Freedom Tower. Ungi tónleikarin er seinastu árini komin langt við sínum tónleiki. Hann hevur vunnið fleiri heiðurslønir, givið út EP ir, spælt á Roskilde Festivalinum og gjørt remix av løgum hjá millum annað Diplo, MØ og Kasper Bjørke. Sound of Copenhagen stóð tann 18. oktobur fyri eini rimmar konsert í DR býnum, har ein blanding av bæði gomlum og nýggjum elektroniskum tónleikarum sluppu at royna seg á palli. Sound of Copenhagen er eitt plátufelag, sum strembar eftir at geva út tónleik hjá nýggjum elektroniskum tónleikarum og bólkum frá danska pallinum. Le Gammeltoft og seinni Kjeld Tolstrup stovnaðu felagið í 2008. Sum nakað nýtt valdi Sound of Copenhagen í samstarv við Brand8, ið er eitt klædnamerki, at geva ein talentprís. Føroyski Brynjolfur varð tann fyrsti nakrantíð at vinna talentprísin, sum Sound of Copenhagen og Brand8 valdu at geva í ár. Tað følist stuttligt. Eg hugsi ikki so nógv um, at eg var tann fyrsti, men tað følist sera gott at hava fingið eitt tílíkt herðaklapp. Prísurin, sum Brynjolfur vann, er sjálvandi eitt stórt herðaklapp, men harafturat vann hann eisini klædnastuðul frá Brand8, liðugt live sjónbandatilfar og fíggjarligan stuðul. Brynjolfur er ein av teimum føroysku tónleikarunum, sum hevur tikið seg nógv fram uttanlands seinastu árini. Hóast hann hevur verið búsitandi í Keypmannahavn í nógv ár, so er hann ikki ókendur í Føroyum. Eg fari altíð at vera føroyingur og føla meg sum føroying. Men eg føli meg kanska ikki sum ein partur av føroyska tónleika umhvørvinum, av tí at eg arbeiði uttanlands og fái meira uppmerksemi har. Elektroniska tónleikagreinin er lítil í Føroyum, men Brynjolfur vónar, at hann eggjar øðrum føroyskum elektroniskum tónleikarum at koma út við teirra tónleiki. Eg kenni fleiri í Føroyum, sum gera feitan tónleik, men sum ikki gera nokk burtur úr at fáa hann hoyrdan. Eg haldi, at teir skuldu søkt longur út um landoddarnar og sett seg betur inn í, hvussu tónleikagreinin gongur fyri seg. Brynjolfur er ein av teimum føroysku tónleikarunum, sum av royndum veit, at tað eru fleiri fyrimunir við at fara út um landoddarnar. Sum oftast er best at flyta úr Føroyum fyri at koma inn í tey ymisku tingini, um ikki fyri altíð, so í nøkur ár har mann arbeiðir støðugt. Sjónbandalagið, sum kom út fríggadagin, er av lagnum The Save , ið eisini er heitið á nýggju EP ini hjá Brynjolfi. EP in inniheldur eisini eitt remix frá Kasper Bjørke. Tað er greitt, at Sambandsflokkurin stendur ikki aftanfyri sín landsstýrismann í vinnumálum. Sum løgtingsmaður og løgtingsgrannskoðari hevði eg havt sera trupult við at atkvøða ímóti einum misáliti móti Johan Dahl, sigur Reimund Langgaard. Reimund Langgaard er í farloyvi úr løgtinginum hesa vikuna. Løgtingsmaðurin er í privatum sjúkraørindum uttanlands Sambandsflokkurin hevur í dag viðgjørt politisku støðuna eftir hvøssu atfinningarnar hjá Landsstýrismálanevndini í málinum um meirnýtslu í Strandferðsluni. Kaj Leo Holm Johannesen vildi eftir fundin ikki siga, hvørja niðurstøðu flokkurin er komin til. Hann kemur við eini almennari fráboðan í kvøld. Johan Dahl hevur gjørt mistøk í handfaringini av meirnýtsluni hjá Strand ferðsluni. Tað viðgongur løgmaður. Sambandsflokkurin hevur fundast seinnapartin, men enn er ógreitt, hvat hendir við landsstýrissessinum hjá Johan Dahl. Løgmaður fer í kvøld at kunngera, hvørja niðurstøðu hann og Sambandsflokkurin eru komin til á fundinum innanflokks seinnapartin. Letur løgmaður Johan Dahl vera sitandi, fer andstøðan eftir øllum at døma at reisa misálit á Johan Dahl í løgtinginum í morgin. Tey royndu í 2005, og aftur í 2006 og 2008, og uppskot um at yvirtaka útlendingaøkið vórðu eisini vóru løgd fyri løgtingið í 2011 eog 2013. Týsdagin varð enn ein roynd gjørd. Harutíðin er byrjað, og skotini hava gelt millum fjøllini frá morgunstundini. Fotografur okkara, Jens Jákup Hansen, var við nøkrum veiðimonnum í Norður triðingi í Sørvági í dag. Teir vóru sjey mans í Norður triðini í dag, og tilsamans fingu teir 57 harur. Tað var nakað minni enn í fjør, tá 73 harur vóru skotnar. Løgmaður sigur seg framvegis hava álit á Johan Dahl, og Kaj Leo Holm Johannesen heldur ikki, at málið um peninganýtsluna á Strandferðsluni skal hava avleiðingar fyri sessin hjá landsstýrismanninum. Tað sigur løgmaður í einum tíðindaskrivi í kvøld. Sagt verður eisini, at Johan Dahl hevur latið løgmanni eina frágreiðing um málið. Játtanir hjá landinum skulu haldast, sigur løgmaður og viðgongur, at málið helst kundi verið handfarið betur. Men eftir mínum tykki kann landsstýrismaðurin ikki lastast í tann mun, at hann eigur at verða koyrdur frá, sigur løgmaður. Eg haldi ikki, at landsstýrismaðurin hevði stórvegis aðrar møguleikar at handla nógv øðrvísi, sum støðan var á Strandferðsluni í fjør, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. Í tíðindaskrivinum verður eisini sagt, at løgmaður hevur biðið Johan Dahl, landsstýrismann, bera so í bandi, at slík meirnýtsla ikki kemur fyri aftur. Uppskot um misálit er sannlíkt Nú løgmaður hevur tikið avgerð um, at landsstýrismaðurin í vinnumálum skal vera sitandi, fer andstøðan væntandi at leggja fram uppskot um misálit á Johan Dahl. Løgtingsfundur verður týsdagin klokkan11, og um uppskotið verður lagt fram tá, steðgar viðgerðin av teimum málum, ið standa á dagsskránni Umframt at Niels Uni sigur sína hugsan um fløguna, verða fleiri sangir spældir í sendingini, so lurtarin eisini kann gera sína egnu meting um útgávuna. Stutt fyri klokkan fimm í morgun fór eitt flogfar úr Vágum til Keypmannahavnar við manninum, sum brendist, tá eldur kom í hús hansara í Klaksvík seint í gjárkvøldið. Tað var um ellivu tíðina í gjárkvøldið, at fólk, sum komu fram við einum tvíhúsum á Stoksoyrarvegi í Klaksvík, sóu, at eldur var í húsunum. Eldurin var í køkinum, og maðurin, sum býr í húsunum, varð funnin, har hann lá á gólvinum við dyrnar út í gongina. Hann var tá uttan vit og illa brendur. Maðurin varð fyrst fluttur á sjúkrahúsið í Klaksvík og haðani á Landssjúkrahúsið. Tíðliga í morgun varð hann so fluttur á Ríkissjúkrahúsið. Seinastu dagarnar hava vit hoyrt og sæð nógv til klovnin BUBU. Í dag er hann so á vitjan í Barnaútvarpinum, saman við vinmanninum Eyðbjørn, ið dugir væl at gera sangir, og at syngja og spæla. Annika Olsen, landsstýriskvinna í norðurlandamálum, hevur, vegna norðurlendsku samstarvsráðharrarnar, lagt uppskot fram, ið skal verða eitt stig á leiðini at steðga menniskjahandli. Handil við menniskjum er grov vanvirðing av mannarættindum. Eisini í norðurlondum er trupulleikin eyðsýndur. Hetta er ein vanlagna fyri tey, sum verða rakt, og vit kunnu ikki góðtaka, at slíkur ágangur sleppur at virka í okkara samfelag, sigur Annika Olsen í tíðindaskrivi. Ráðharraráðið fer at virka fyri, at Norðurlond samstarva við baltisku londini. Talan er um samstarv millum viðkomandi myndugleikar, ið skal hava við sær, at netverk verða ment og styrkt. Endamálið er at tryggja, at bæði vitan og royndir skulu koma øllum til góðar. Lógarverk, arbeiðsmarknaður og heilsu og almannaøki eru dømi um samstarv, ið skulu styrkjast næstu trý árini. Miðval er í USA í dag, og veljast skulu umboð í bæði kømrini í Kongressini, sum eru umboðsmannatingið og senatið. Allir 435 sessirnir í umboðsmannatinginum standa fyri vali. Senatið hevur 100 sessir, 33 standa fyri vali. Republikanararnir, sum eru í andstøðu, hava meiriluta í umboðsmannatinginum, men veljarakanningar benda á, at teir eisini fáa meiriluta í senatinum eftir valið í dag. Hendir tað, noyðist Obama, forseti, annaðhvørt at gera neyðsemjur við republikanararnar, ella at nýta sýtingarrættin. Tað verður strævið í longdini, siga politiskir eygleiðarar. Obama stendur seg ikki væl í veljarakanningum í løtuni, og undir valstríðnum hava fleiri demokratar biðið forsetan um at halda seg burtur, tí hann styggir atkvøður. Búskaparlig framgongd er í USA, men fólkið merkir eisini framgongdina, og Obama verður eisini lagdur undir ikki at vera nóg virkin, eitt nú tá ræður um ebola smittuna og kríggið móti Islamskum Stati. Bert eitt kann forða fyri, at republikanararnir fáa alt valdið í Kongressini, og tað er valluttøkan. Fara tey ungu eisini á val í dag, kann úrslitið gerast ein fyrimunur fyri demokratarnar, siga eygleiðarar. Hinar ætla at brúka tað sama sum í ár. Tað vísir ein kanning, sum Gallup gjørdi fyri Felagið Føroysk Marknaðarfólk. Sambært kanningini ætla 23 prosent av størstu privatu fyritøkunum í landinum at brúka fleiri pengar til marknaðarføring næsta ár. 66 prosent siga seg fara at brúka tað sama sum í ár. Gallup spurdi eisini, hvussu væl mannaðar marknaðardeildirnar eru hjá fyritøkunum í Føroyum. Í 43 prosentum av fyritøkunum er bara eitt starvsfólk, sum arbeiðir við marknaðarføring. Hjá 34 prosentum eru tvey marknaðarfólk, og 18 prosent hava fleiri enn tvey starvsfólk til marknaðarføring. Bara seks prosent av størstu privatu fyritøkunum í Føroyum siga seg einki starvsfólk hava, sum arbeiðir við marknaðarføring. Í fjórðu hvørjari fyritøku taka marknaðarstjórin ella marknaðarleiðarin avgerðirnar um marknaðarføringina. Fríggjakvøldið 14.november fer Felagið Føroysk Marknaðarfólk at kunngera, hvørjar eru ársins bestu lýsingar í ár. Maðurin, sum er 60 ára gamal, varð í morgun fluttur á Ríkissjúkrahúsið. Maðurin brendist illa, tá eldur kom í hús hansara í Klaksvík seint mánakvøldið. Tað var um ellivu tíðina í gjárkvøldið, at fólk, sum komu fram við einum tvíhúsum á Stoksoyrarvegi í Klaksvík, sóu, at eldur var í húsunum. Eldurin var í køkinum, og maðurin, sum býr í húsunum, varð funnin, har hann lá á gólvinum við dyrnar út í gongina. Hann var tá uttan vit og illa brendur. Maðurin varð fyrst fluttur á sjúkrahúsið í Klaksvík og haðani á Landssjúkrahúsið. Tíðliga í morgun varð maðurin so fluttur á Ríkissjúkrahúsið. Politiið fer í dag at kanna húsini fyri at finna orsøkina til eldsbrunan. Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin, Framsókn og Sjálvstýrisflokkurin hava gjørt uppskot um misálit á Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum. Andstøðuflokkarnir siga, at mest grundleggjandi tátturin í valdsbýtinum millum løgtingið og landsstýrið, millum lóggevandi og útinnandi valdið, er, at landsstýrisfólk standa til svars og til ábyrgd mótvegis løgtinginum fyri sínar skyldur og ábyrgdir. Í málinum um fyrisitingina og ábyrgdina hjá landsstýrismanninum í vinnumálum av játtanini til Strandfaraskip Landsins fyri fíggjarárið 2013 hava bæði løgtingsgrannskoðararnir og Landsstýrismálanevndin staðfest álvarslig og grundleggjandi brot á lóggávuna og ábyrgdina hjá landsstýrismanninum mótvegis løgtinginum. Sambært uppskotinum kann løgtingið á ongan hátt góðtaka tey greiðu brot, sum eru framd, og handfaring landsstýrismansins í málinum. Det Norske Oljeselskap hevur gjørt sáttmála við felagið um Sjóborg. Sáttmálin tekur við í desember og er fyribils galdandi í eitt ár. Møguleiki er at leingja sáttmálan við trimum og einum hálvum ári. Sjóborg arbeiðir í løtuni fyri ExxonMobile, men hevur fyri tað mesta arbeitt fyri Statoil, síðani skipið varð yvirtikið í 2012. Samstundis hevur Skansi Offshore gjørt sáttmála við Shell í Noreg fyri Eldborg. Tann sáttmálin er fyribils galdandi í ein mánað, men møguleiki er fyri at leingja sáttmálan upp í sjey mánaðir. Sáttmálin byrjaði í oktober. Eldborg hevur seinastu tíðina arbeitt fyri Statoil í Mozambique og Tanzania, upplýsir Skansi Offshore í tíðindaskrivi . Stendur tað til landsstýrismannin í samferðslumálum, Johan Dahl, verður túratalið hjá Smyrli ikki skert. Tað sigur Johan Dahl í svari til Henrik Old úr Javnaðarflokkinum, sum spurdi um túratalið hjá Smyrli. Johan Dahl sigur, at nýggju hvílitíðarreglurnar kunnu vísa seg at vera ein avbjóðing, men avgjørt er at halda fast við galdandi ferðaætlan og at hava somu manning sum nú. Strandferðslan skal nýta næsta árið at gera sær royndir við nýggju reglunum og samstarvinum við Sjóvinnustýrið, sum umsitur hvílitíðarreglurnar. Vísir tað seg neyðugt at laga arbeiðsætlanirnar til, kann tað gerast, tá Strandferðslan hevur fingið neyðugu royndirnar eftir siglingina í vetur, sigur Johan Dahl. Sjónarmiðið eigur Bogi Mortensen, fyrrverandi stjóri á Strandfaraskipum landsins, ið stjórnaði stovninum frá februar 2009 til januar 2014. Leiðslan á Strandferðsluni boðaði væl og virðiliga frá, at játtanin fór ikki at halda, sigur Bogi Mortensen, ið seinni varð trýstur úr stjórastólinum á stovninum. Ymsar royndir eru gjørdar, men tær hava ikki borið á mál. Millum annað hava føroysku flutningsfeløgini víst aftur, at Føroyar gerast triðjaland mótvegis Schengen londunum, tí alt verður dýrari og torførari. Síðan 2009 hevur polittisk avtala verið ímillum Føroyar og Danmark um, at útlendingaøkið skal yvirtakast. Arbeitt verður støðugt í landsstýrinum við at yvirtaka málsøkið, sæst í einum yvirliti sum umsitingin í Tinganesi hevur gjørt. Av tí at útlendingaøkið og marknaeftirlitið eru knýtt saman, má spurningurin um marknaeftirlitið loysast fyrst. Og talan er serliga um trupulleikar, tá talan er um Schengen avtaluna. Føroyar eru ikki við í Schengen, men Schengen londini hava góðtikið at marknaeftirlitisavtalurnar eisini fevna um Føroyar. Tað er politiið ein danskur myndugleiki sum umsitur marknaeftirlitið. Í mai í 2010 gjørdust Landsstýrið og Integrationsministeriet samd um eitt avtaluuppskot millum landsstýrið og donsku stjórnina um marknaeftirlitið í Føroyum. Uppskotið varð lagt fyri Schengen myndugleikum við atliti til at føroyskir myndugleikar blivu góðkendir av Schengen samstarvinum sum Schengen marknaeftirlit. Schengen myndugleikarnir kundu ikki uttan víðari góðkenna avtaluna og góðkenna føroyskar myndugleikar sum Schengen marknaeftirlit. Síðan hevur verið tingast um eina loysn, men enn er stórt sæð ikki komið úr stað, stendur í yvirlitinum frá mumsitingini í Tinganesi. Umhugsað hevur verið at lata Føroyar gerast eitt triðjaland í mun til Schengen londini. Tað vil siga, at vit tá ið vit fara til og úr Danmark og øðrum norðurlondum skulu gjøgnum triðjalands passeftirlit við meira. Feløgini sum flyta til og úr Føroyum, fingu uppskotið til ummælis, og svarið var, at ein skipan har Føroyar gerst triðjaland fer at geva teimum torførari, dýrkandi og kappingaravlagandi treytir at virka undir. Tí varð tann møguleikin meira ella minni sleptur. Tí bíðar yvirtøkan av útlendingamálinum eftir at føroyskir myndugleikar verða góðkendir sum Schengen marknaeftirlit. Ætlanin er, at føringar saman við dønum leggja eina samráðingargongd til rættis sum kann tryggja føroyskar Schengen góðkenning. Schengen avtalan er ein avtala ímillum nógv europeisk lond, serliga londini í ES, sum onnur lond so hava knýtt seg uppí. Talan er um samskifti og upplýsingar um ávís fólk og annað. Landið hevur fingið meira pengar inn í skatti higartil í ár enn somu tíð í fjør. Ein uppgerð hjá TAKS vísir, at landið fyrstu 10 mánaðirnar í ár hevur fingið 53,4 milliónir krónur meira inn enn sama tíðarskeið í fjør. Higartil í ár hevur landið fingið 1,08 milliard krónur inn í skatti, og sammett við í fjør er landsskatturin 5,18 prosent hægri enn um somu tíð í fjør. Føroysku kommunurnar hava higartil fingið nakað meir inn í skatti fyrstu tíggju mánaðirnar í 2014 samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Kommunurnar hava higartil í ár samanlagt fingið eina milliard og 233 milliónir krónur inn í skatti, og hetta eru 50 milliónir krónur ella 4,28 prosent meir enn sama tíðarskeið í fjør, sigur TAKS á heimasíðuni. Landsstýrismaðurin í vinnumálum fegnast um, at misálitisuppskotið hjá andstøðuni varð felt. 17 tinglimir avgjørdu at atkvøða ímóti uppskotinum, 14 atkvøddu fyri og 2 atkvøddu blankt. Hoyr samrøðu við Jóhan Dahl beint eftir atkvøðugreiðsluna. Hugskotið til teljaran kom frá laksafiskarum við Leynavatn. Og í 2011 gjørdu næmingar og lærarar á Tekniska skúla í Havn laksateljaran til Sílaveiðifelagið. Hugurin í Fólkaflokkinum at stuðla Jóhan Dahl er so sum so. Tá tingið í kvøld atkvøddi um misálitisuppskotið hjá andstøðuni, vóru tað bara seks av teimum níggju tinglimunum í Fólkaflokkinum, sum atkvøddu nei. Jákup Mikkelsen atkvøddi fyri uppskotinum, meðan Brandur Sandoy og Rodmundur Nielsen atkvøddu blankt. Brandur Sandoy vil hvørki siga ja ella nei til spurningin, um landsstýrismaðurin hevur gjørt nakað skeivt. Løgmaður hevur sagt gott fyri landsstýrismanninum, og tað mugu vit bara líta á, sigur Brandur Sandoy. Hoyr samrøðuna við Brand Sandoy, sum varð gjørd beint eftir atkvøðugreiðsluna. Hóast Jenis av Rana hevur róð framundir, at løgmaður eigur at koyra Jóhan Dahl frá ella biða hann fara frá sjálvur, gav hann landsstýrismanninum grønt ljós, tá tingið atkvøddi um misálitisuppskotið hjá andstøðuni í kvøld. Jenis av Rana atkvøddi ímóti misáliti á Jóhan Dahl. Eisini hin tinglimurin í Miðflokkinum, Bill Justinussen, atkvøddi ímóti uppskotinum hjá andstøðuni, sum fall við 17 atkvøðum ímóti, 14 fyri og 2 blonkum. Hesi atkvøddu nei Gerhard Lognberg, Edva Jacobsen, Jóna Mortensen, Helgi Abrahamsen, Alfred Olsen, Niels Olaf Eyvindsson, Rósa Samuelsen, Bárður Nielsen, Eivin Jacobsen, Jógvan á Lakjuni, Joen Magnus Rasmussen, Hanus Samró, Elsebeth Gunnleygsdóttur, Bogi Andreassen, Janus Rein, Jenis av Rana og Bill Justinussen. Hesi atkvøddu ja Jákup Mikkelsen, Poul Michelsen, Kristianna Winther Poulsen, Sirið Steenberg, Páll á Reynatúgvu, Gunvør Balle, Bjørt Samuelsen, Kristina Háfoss, Høgni Hoydal, Eyðgunn Samuelsen, Hendrik Old, Rigmor Dam, Kristin Michelsen og Aksel V. Johannesen. Løgreglan hevur í dag kannað húsini í Klaksvík, har ein maður fekk skaða av eldi í gjárkvøldið. Maðurin er fluttur til Keypmannahavnar til viðgerðar fyri brunasár. Poul Michelsen harmast um at uppskotið um misálit á Jóhan Dahl fall í løgtinginum. Men hinvegin heldur hann, at tinglimir í øllum samgonguflokkum undir orðaskiftinum tóku undir við sjónarmiðunum hjá andstøðuni. Fleiri landsstýrismenn undan Jóhan Dahl hava ikki hildið seg innan fyri játtanina, men tað hevur ikki fingið nakrar fylgjur fyri teir, sigur Jógvan Páll Lassen, advokatur. Og lógina um ábyrgd landsstýrismanna hevur Johan Dahl ikki brotið, tí tað krevur, at gerðin skal vera tilætlað, og í málinum um játtanina til Strandferðsluna er talan ikki um tað, sigur Jógvan Páll Lassen. Hann var gestur í Degi og Viku í kvøld eftir at Løgtingið hevði felt uppskotið frá andstøðuflokkunum um misálit á Johan Dahl. Býbussarnir í Tórshavnar kommunu hava verið ókeypis í skjótt átta ár. Men hóast tú onki rindar, tá tú fert upp í býbussarnar í Havn, so rindar tú umvegis skattin, tí árligu útreiðslurnar hjá Tórshavnar kommunu fyri býbussarnar eru 24,5 milliónir krónir. Men ymiskt er, hvat fólk halda um tað. Vit fóru ein busstúr fyrr í dag við Sjúrði Olsen, formanni í Vinnunevndini í Tórshavnar kommunu og Marin Katrinu Frýdahl býráðslimi. Hallið hjá í fjør var 367 milliónir krónur, 85 milliónir meira enn í 2012. Hallið hjá tí almenna var 2,6 prosent av BTÚ, bruttotjóðarúrtøkuni, í fjør. Landið eigur nógv tann størsta partin av almenna hallinum, 341 milliónir í fjør, 60 milliónir meira enn í 2012, upplýsir Hagstovan. Kommunurnar høvdu yvirskot í trý ár, ikki stórt, men kortini 30 40 milliónir krónur um árið. Men í fjør høvdu tær hall, 45 milliónir krónur Og hjá sosialu grunnunum, Samhaldsfasta, Heilsutrygd, ALS, Barsilsgrunninum og øðrum, royndist 2013 betur enn árini frammanundan. Grunnarnir høvdu 19 milliónir í yvirskoti í fjør. Inntøkurnar hjá tí almenna vóru sjey milliardir og 371 milliónir í fjør. Útreiðslurnar vóru 367 milliónir størri, sjey milliardir og 738 milliónir krónur. Ríkisumboðið er biðið um at geva løgtinginum eina frágreiðing um umstøðurnar í Varðhaldinum í Mjørkadali og hjá føroyingum yvirhøvur, sum eru dømdir inn at sita. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, hevur sent fyrispurningin hjá Rigmor Dam, løgtingskvinnu, til Ríkisumboðið og biðið um at fáa skrivliga frágreiðing um tey viðurskifti, sum eru nevnd í fyrispurninginum. Rigmor Dam er næstforkvinna í Trivnaðarnevndini. Eftir at hava verið í Mjørkadali spurdi hon løgmann, sum umsitur løgmálini í landsstýrinum, um millum annað umstøðurnar hjá fangum í Varðhaldinum. Munur er á varðhaldsfongsling í føroysku rættargangslógini og teirri donsku. Í donsku lógini eru neyvari reglur um avmarkingar í at brúka varðhaldsfongsling, og neyvari reglur eru um, hvussu varðhaldsfangar skulu viðfarast. Og fyri fýra árum síðani bað Innlendismálaráðið danska Løgmálaráðið um at fáa serligar reglur um, nær føroyingar skulu til Danmarkar at sita og um rættindi teirra. Tað seinasta, Løgmansskrivstovan hevur frætt úr Løgmálaráðnum er, at uppskot um kongaliga fyriskipan at seta í gildi hesa lóg helst verður klárt um ársskiftið. Løgtingskvinnan spyr, um landsstýriskvinnan arbeiðir við at geva teimum ungu, sum eru í Varðhaldinum í Mjørkadali, eitt tilboð, tá tey verða latin leys. Avgjørt er at taka av eini sýnu nærindis Húsavík. Tilfarið er brúkt til at breiðka og javna Húsavíkarvegin. Ætlanir hava eisini verið um at tryggja Dalsbergið, men tað er dýrt, og krevur serliga játtan. Landsverk hevur mælt til, at peningur verður settur av til kanningar, og at arbeiðið verður gjørt frá 2018 22. Skarvanesvegurin er ikki í hóskandi standi, men hann er tryggur, sigur Landsverk, sum fer at bøta um asfaltlagið á vegnum næsta ár. Landsverk mælir til at tryggja Skarvanesvegin. Tó eru aðrir vegir við meira ferðslu eitt nú Dalsvegurin raðfestir fremri, skrivar Sandportalurin. Tannárini hjá 19 ára gomlu Margret Rasmussen úr Runavík hava í stóran mun verið merkt av ógvusligari magapínu, nógvum læknavitjanum og innleggingum á sjúkrahúsi. Fyri fýra árum síðani fekk hon staðfest tarmsjúkuna Colitis, og tað broytti nógv. Eg havi tikið avgerð um, at eg vil tosa opið um mína sjúku, tí eg eri jú ikki tann einasta, sum havi hana. Ja, tað er kanska flóvisligt at tosa um konufólk, tarmar og vesi, men hetta er veruleikin hjá fleiri føroyingum, sigur Margret Rasmussen. Páll á Reynatúgvu, løgtingmaður, hevur boðað frá einum skrivligum fyrispurningi til Karsten Hansen, landsstýrismann. Hann spyr, um landssatýrismaðurin hevur tikið stig til at skipa fyri dialýsuviðgerð á fleiri sjúkrahúsum í landinum, og um útgerð er keypt til Klaksvíkar sjúkrahús. Hann spyr, hvør hevur virkað hevur verið fakligur tilmælandi myndugleiki, og hvør hevur læknafakligu ábygdina av dialýsuviðgerðini á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Páll á Reynatúgvu sigur, at við væl útjørda ferðslukervinum er lítið, sum talar fyri at hava eitt dialysutilboð á Klaksvíkar sjúkrahúsi, nú Eysturoyartunnilin verður veruleiki um fá ár. Johan Dahl, landsstýrismaður, hevur skotið upp at hækka hámarkið fyri inngjald upp í 650.000 krónur. Tað var eisini markið, áðrenn lógarbroytingar vórðu gjørdar í 2012. Broytingin verður mett at geva 2,2 milliónir krónur Reglan um bíðidagar verður nú tengd at inntøku. Eftir galdandi skipan fáa øll 10 bíðidagar, men nú verða teir lækkaðir niður í tveir fyri inntøkur upp til 250.000 krónur Bíðidagarnir hækka síðani tveir dagar fyri hvørjar 100.000 krónur, sum útrokningargrundarlagið hækkar, tó í mesta lagi upp í 10 dagar. Bert tey, sum hava eitt inntøkugrundarlag, ið er oman fyri 550.000 krónur, fáa 10 bíðidagar. Persónar, sum mynstra við skipum í styttri enn ein mánað, fáa ikki bíðidagar eftir nýggju reglunum, og tað fer væntandi at gera tað lættari hjá skipum at fáa manning, stendur í viðmerkingunum til uppskotið. Eftir galdandi reglum fáa tey, sum siga seg úr starvi uttan haldgóða grund, ella burturvíst orsakað av tænastubroti, karantenui fýra vikur. Nú verður karantenan átta vikur. Metta sparingin er 3,2 milliónir krónur Sum er ber til at fáa arbeiðsloysisstuðul í 648 dagar í einum trý ára skeiði. Nú verður skotið upp, at tíðarskeiðið, sum fólk kunnu koma upp á fult dagatal, verður longt úr trimum upp í fýra ár. Sparingin verður mett at verða millum 8 og hálva níggjundu millión krónur Hóast arbeiðsloysið er lítið, hevði ALS 28,5 milliónir krónur í halli í fjør, og verður einki gjørt, verður skipanin ikki haldfør í longdini, stendur í uppskotinum. Nú er ætlanin, at ALS skal hava avlop, um arbeiðsloysið er minni enn 4,5 prosent, og tí er neyðugt at bøta raksturin 15 30 milliónir krónur um árið. Sandoyggin ein oyggj at njóta soleiðis eitur ein ráðstevna sum verður í Sandoynni nú leygardagin. Hendan dagin verður fokus sett á ferðavinnu og matvøruframleiðslu í oynni. Skráin er drúgv hendan dagin og ein sum skal hava eitt innlegg leygardagin er Michael Koba og innleggið hjá honum eitur Ferðaummælari í loyndum . Morgunsendingin tosar við Eiler Fagraklett, forman í Felagnum Fyri Føroysk Marknaðarfólk. Eiler Fagraklett fegnast um, at bjartskygni valdar millum limir felagsins Tað er í sambandi við, at Tórshavnar kommuna hevur gjørt eina kommunuætlan, sum stingur út í kortið, hvussu kommunan sær út um 15 ár, at borgarafundur verður hildin í skúlanum við Løgmannabreyt í kvøld klokkan 19. Á fundinum fara kommunustjórin, trivnaðarstjórin, tekniski stjórin og borgarstjórin at greiða frá kommunuætlanini. Borgararar fáa samstundis høvið at siga sína hugsan um Tórshavnar kommunu í framtíðini, og at svara spurningum eru býráðspolittikkarar og fólk úr umsitingini, umframt umboð frá Rambøll. Fundurin byrjar kl.19 Ymsar royndir eru gjørdar, men tær hava ikki borið á mál. millum annað hava føroysku flutningsfeløgini víst aftur, at Føroyar gerast triðjaland mótvegis Schengen londunum, tí alt verður dýrari og torførari Karl Jakku Ósá, tekniskur stjóri í Klaksvíkar Kommunu, sigur, at kommunan harmast, og at talan er um misskiljing millum teir, sum hava uppgávuna at salta og umsitingina. Hetta fer ikki at henda aftur. Minst 11 børn eru deyð eftir eitt mortaraálop í býnum Damaskus. Granatirnar raktu ein skúla í eystara partinum av Sýriska høvuðsstaðnum, siga eftirliltsfólk hjá mannarættindarfelagsskapinum á staðnum við reuters Út frá teimum ferðmátingum, sum eru gjørdar av norska fjallinum, Mannen, seinastu dagarnar, verður hildið, at fjallið framvegis glíður, men ferðin verður minni og minni, skrivar nrk á heimasíðu síni í gjár. Politiið stendur framvegis á varðhaldi við fjallið, og tað er ikki loyvt at ferðast í umráðnum tí vandi er framvegis fyri skriðulopi. Politiið hevur fingið hjálp frá borgaraverndini á staðnum, at sita á varðhaldi, so eingin nærkast fjallinum, og eisini skulu tey lurtað eftir øllum ljóðum, sum koma frá fjallinum, til skrásetingar. Lønin at sita á varðhaldi er ikki góð, og ein teirra, Kristina Mittet Bjerkeli, sigur, at hon hevur mist nógvan pening at sita á varðhaldi her, í staðin fyri at passa vanliga arbeiðið. Lønin at sita á varðhaldi við Mannen, er 500 norskar krónur um døgnið. Norska fraktfyritøkan, Cargolink, hevur biðið um at fáa undantaksloyvið at koyra fram við fjallinum. Fyritøkan missir umleið eina millión krónur um vikuna, nú tey ikki sleppa at koyra framvið Mannenfjallinum. 1. februar skal nýggjur chefpolitiinspektørur setast í Føroyum fyri Peter Thaysen, sum fer úr starvinum 31. januar 2015, skrivar Vágaportalurin. Peter Thaysen sigur við Kringvarpið, at upprunaliga hevði hann trý ára sáttmála her í Føroyum, og tann sáttmálin varð longdur í tvey ár. Peter Thaysen hevur verið chefpolitiinspekøktørur í fimm ár og fer í januar aftur til Danmarkar. Næsta mánað verður greitt, hvar í Danmark hann skal starvast. Starvið sum chefpolitiinspektørur í Føroyum verður lýst leyst seinni. Seinastu árini hava fleiri mál verið frammi um almenn starvsfólk, sum hava rópt varskó, tí okkurt sambært teimum ikki ruggaði rætt á teirra arbeiðsplássi. Men persónligu avleiðingarnar kunnu gerast stórar, tá starvsfólk velja at varskógva uttan um sína leiðslu. Radarin er í dag um sannleikans prís, og um stundin er komin til, at vit í Føroyum fáa eina skipan at varskógva eftir og vernd av teimum, sum rópa varskó. Í dag hoyra vit um orðatøk. Fyri kortum skipaði Klaksvíkar Kommuna fyri kapping um orðatøk. Endamálið var at prýða býarbussarnar í Klaksvík, og so eisini at fáa orðatøkini innaftur í gerandisdagin. Vit hoyra næmingar í 6. flokki í skúlanum við Ósánna greiða frá. Her vóru tveir bólkar í flokkinum, sum vunnu kappingina. Tey hava tosað nógv um orðatøk, tey hava stuttleika sær og gjørt nógvar kreativar og listarligar myndir til ymisk orðatøk. Rakul Ró, Sára, Minna, Rósa og Maria greiða frá. Frá 1996 til 2013 er veðskuld umframt bankaskuld í skipunum meira enn tvífaldað, men úrslitið fyri skatt, rentur og avskrivingar er minkað niður í einki. Bjarni Arnason, grannskoðari, sum gjørdi greiningina, sigur, at nakrir lemmatrolarar hava positivt gjaldføri frá rakstrinum. Men sum heild er støðan hjá lemmatrolarunum stak vánalig. BankNordik hevur alt árið í ár roknað við yvirskoti á millum 200 og 240 milliónir krónur, og tann metingin vísir seg at halda, sigur bankin í tíðindaskrivi. Raksturin av BankNordik hevur higartil í ár givið 128 milliónir krónur í yvirskoti. Tað er serliga í danska partinum av bankanum er vøkstur at hóma. Útlánini vuksu fimm prosent í triðja ársfjórðingi. Hinvegin lækka samlaðu inntøkurnar hjá BankNordik, og tað kemst sambært bankanum av, at útlánsrentan til føroysku kundarnar er lækkað. Higartil í ár hevur BankNordik framt niðurskrivingar fyri 55 milliónir krónur netto. Tað er munandi lægri enn í fjør, tá bankin framdi niðurskrivingar fyri tilsamans 147 milliónir krónur Tað verður ikki fyrr enn um eitt ár, at landið fær fólkavalda stjórn. Tað eru herurin í landinum, politisku flokkarnir og sivilu leiðararnir vorðnir samdir um á fundi um kreppuna sum er í landinum. Á fundinum vórðu leiðarar úr trimum øðrum afrikonskum londum við sum meklarar. Semja var tó ikki á fundinum um at tilnevna ein persón, sum skal standa í oddinum fyri nýggju fyribilsstjórnini. Forsetin í Ghana, John Dramani Mahama, sum saman við forsetunum í Nigeria og Senegal meklaðu millum partarnar, væntar tó, at fyribilsstjórn verður skipað ein av fystu døgunum. Heruruin í Burkina Faso tók valdið í landinum, tá forsetin, Blaise Campaore, í farnu viku varð rikin frá valdinum, eftir mótmælisgongur og samanbrestir í fleiri dagar. Í fyrstu atløgu tók Honor Traor , herovasti, valdið og tilnevndi seg sjálvan sum landsins leiðara. Men dagin eftir var kvett framt móti honum, tá Isaac Zida, oberstloytnantur, tilnevndi seg sum forseta og boðaði frá, at hann verður leiðari fyri fyribilsstjórini, sum verður fram til valið um eitt ár. Afrikanska samgongar, USA og Frakland hava hótt við tiltøkum, um teir, sum hava fram kvettið, ikki hava tilnevnt sivila stjórn innan tvær vikur eru gingnar. Sakarkravið er, at Løgmansskrivstovan verður dømd at viðurkenna, at avgerðin um at taka veiðu og fiskiloyvini frá garnaskipinum Anitu er tikin av órøttum, og tí er hon ólóglig. P f Seta missir pengar, tí Anita sleppur ikki at fiska eftir 1.november í ár. Tapið veksur hvønn dag og kann ikki staðfestast, fyrr enn endaliga er staðfest, um avgerðin hjá Løgmansskrivstovuni um loyvini hjá Anitu er lóglig ella ikki. 50.000 krónur eru tí bara eitt fyribils tal, sum kann væntast at hækka nógv seinni, stendur í stevningini, sum er dagfest 31.oktober, bara eina viku eftir, at P f Seta fekk boðini frá Løgmansskrivstovuni. Jens Andrias Vinther, advokatur hjá P f Seta, hevur eisini sent Løgtingsins umboðsmanni kæru um gegnið hjá Løgmansskrivstovuni at taka avgerðina um Anitu. Jens Andrias Vinther sigur, at Løgmansskrivstovan var ógegnig at taka avgerðina, tí longu áðrenn hoyringarfreistin um ætlanarskrivið um at taka veiðiloyvið var farin, segði løgmaður í Degi og Viku, at Anita fór at missa loyvið Í Egyptalandi hava tey pyramidurnar. Í Kina hava tey múrin. Í Íslandi hava tey Tingvøllin. Men hvat serføroyskt stað ella evni skal á altjóða heimsarvslistan yvir støð og evni, ið hava týdningarmiklan mentanar og náttúrarv Vikuskiftið 15. og 16. november skipar Helga Bára Vang, lívfrøðingur á Havstovuni, fyri einari grágásateljing runt Føroyar. Teljingin er partur av einari størri teljing, sum fer fram samtíðis í Bretlandi, Írlandi og Íslandi. Endamálið er at kanna støddina á íslenska grágásastovninum og staðfesta, hvar hann er í vetursetu. Hendan kanningin er ikki fíggjað upp á nakran hátt og verður tí gjøgnumførd av sjálvboðnum kreftum. 63 milliónir krónur í pensjónsveitingum vórðu í síðstu viku útgoldnar ígjøgnum nýggju talgildu skipanina hjá Almannaverkinum. Við hesum er ein týðandi varði í arbeiðinum, at talgilda umsitingina hjá Almannaverkinum, rokkin, skrivar Edvard Heen, stjóri á Almannaverkinum, í tíðindaskrivi. Nýggja skipanin er smíðað til Almannaverkið og savnar alt virksemið hjá Almannaverkinum í nútímans skipan, har dentur verður lagdur á rættartrygd, einsháttaða viðgerð av borgarum og á sjálvvirkan. Umframt at savna alt virksemið, eftirkannar hon upplýsingarnar, sum verða lagdar inn, eftirroknar sjálvvirkandi veitingar tryggjar eins viðgerð, og at treytir og lógir verða hildnar fær sjálvvirkandi persónsupplýsingar frá Landsfólkayvirlitinum og Taks og er samansjóðað við útgjaldsskipanina hjá Gjaldsstovuni. Nýggja talgilda skipanin hjá Almannaverkinum tryggjar fyrst og fremst starvsfólkunum eitt betri arbeiðsamboð, soleiðis at málsviðgerðin verður bæði lættari og tryggari. Umsitingin av barnagjaldinum varð talgild í 2010, umsitingin av dagpengum varð talgild í 2011 og nú verður alt pensjónsøkið umsitið talgilt í Almannaverkinum. Í 2015 er ætlanin, at umsitingin av forsorgarøkinum eisini verður talgild. Í kvøld fer fer Landssjúkrahúsið at seta sjóneykuna á sjúkrahúsmat og føðslutrot hjá sjúklingum. Í útvarpsstovuni í morgun vóru Poula Patursson, verkætlanarsamskipari, og Michael Allerup Nielsen, køksleiðari á Herlev Hospital. Tað er lætt at byrgja fyri hesum, við nøkrum fáum einføldum ráðum. Og hetta er boðskapurin í átaki, sum Ráðið Fyri Ferðslutrygd er farið undir. Morgunsendingin skiftir orð við Brynhild Høgnadóttir, leiðara á Ráðnum fyri Ferðslutrygd, og Jann Fossaberg frá ferðslupolitinum. Fyri at luttaka í landsseyðasýningini, skal seyðurin hava fingð eina váttan uppá, at hann er sýnaður á lokalari sýning av trimum sýnarum, harav tveir skulu vera góðkendir. Seyðurin skal meldast til landsseyðasýningina á Búnaðastovuni í síðsta lagi mánadagin tann 10. november 2014 klokkan15.00. Valdir verða 5 góðkendir sýnsmenn, umframt ein samskipari og ein skrivari. Tá tær lokalu sýningarnar hava verið, fara valdu sýnsmennirnir runt til økini at sýna 3 teir vakrastu veðragjólingarnar, tann besta veturgamla veðrin og tann besta veðrin tvey ár ella eldri. Sýnsmennirnir koma at hava myndir at styðja seg til, tá teir skulu velja teir vakrastu seyðirnar. Aftaná, at vakrastu seyðir og veðrar eru funnir, skulu sýnsmenninir taka støðu til møguligar úrvalsseyðir millum hesar. Um seyður nummar eitt ikki kann verða úrvalsseyður, kunnu nummar tvey og trý heldur ikki verða. Úrvalsseyðirnir verða valdir við meiriluta millum teir tríggjar dómararnar. Sýnsmaður, ið er ógegnigur, hevur skyldu at boða samskiparanum frá. Vegleiðingin frá Búnaðarstovuni kann lesast her Marita Rasmussen er útbúgvin fiskaríkandidatur á Lærda háskúlanum í Tromsø og hevur síðan tá starvast innan fiski og alivinnuna í Føroyum umframt at hon hevur starvast í Fiskimálaráðnum. Um góða viku fær kanningarstjórin hjá løgtinginum at vita frá Rune Bro Róin í CIP, hvat hann og løgmaður tosaðu um, junidagarnar í fjør, tá lagnan hjá privata Eysturoyartunlinum varð avgjørd. Rune Bro Róin í CIP, Copenhagen Infrastructure Partners, fekk í gjár eina rúgvu av spurningum frá Hans Gammeltoft Hansen, kanningarstjóra hjá løgtinginum. Hans Gammeltoft Hansen sigur við Útvarpið, at hann hevur avgjørt ikki at spyrja Kurt Bardeleben, sum var ráðgevi hjá Innlendismálaráðnum í málinum um privatu verkætlanina um Eysturoyartunnilin. Spurningurin var, um Rune Bro Róin og Kurt Bardeleben skuldu avhoyrast um fundarvirksemið um Eysturoyartunnilin í Havn dagarnar 24. til 27.juni í fjør. Hans Gammeltoft Hansen sigur, at av tí, at á øllum teimum fundunum, sum Kurt Bardeleben var á, vóru eisini løgmaður og landsstýrismaðurin í innlendismálum og embætisfólk hjá Innlendismálaráðnum. Hann fekk tí sendandi nógvar spurningar í gjár. Hjásetarnir hjá Kaj Leo Holm Johannesen og Kára P. Højgaard, advokatarnir Sigmund Poulsen og Jógvan Páll Lassen, hava eisini fingið spurningarnar. Hans Gammeltoft Hansen sigur, at hann miðar eftir at vera liðugur við Rune Bro Róin síðst í november. Og tá fer hann at almannakunngera bæði spurningar og svør, tí allar hinar avhoyringarnar hava verið almennar. Tey, sum eru spurd, politikarar og embætisfólk, eru biðin um at vera tøk 1. og 2.desember, tí møguliga skulu tey spyrjast aftur, tá Rune Bro Róin hevur svarað sínum spurningum. Skipanin virkar soleiðis, at tá sjúklingur skal innkallast, trýstir starvsfólkið á ein knøtt í sjúklingaskipanini THS. Hetta viðførur, at innkallingarsskjal fer til sjálvvirkandi skipan, sum finnur móttakaran í Mínboks. Brævið leggur seg so í Mínboks hjá móttakaranum, sum sostatt fær tað elektroniskt. Hevur móttakarin ikki Mínboks, finnur skipanin sjálv útav at lata innkallingarbrævið til automatiska pakki skipan hjá Elektron, ið skrivar út innkallingina, og pakkar í brævbjálva, sum síðani verður sendur móttakaranum umvegis Posta. Nýggjastu tølini hjá Taks vísa, at í oktober fekk landskassin 118,4 milliónir krónur í vanligum landsskatti. Til samanberingar fekk landskassin, í oktober 2011, neyvt 118 milliónir krónur inn í skatti Felagið heldur, at summi reyð kort geva ov harða revsing, og B36 vísir til reyða kortið hjá Hørði Askham sí video , sum gav tríggjar dagar leikbann. Ikki minnst um hugsað verður um, at beinleiðis vandamikið spæl til dømis sonevndar beinbrotstakklingar verður revsað við tveimum dystum. Vit skjóta tí upp, at dómarafrágreiðingin verður broytt, soleiðis at dómarin kann velja nei ja var talan um vandamikið skaðiligt brot. Hanus hevur dansað og havt áhuga fyri føroyskum dansi og kvæðum frá tí at hann var smádrongur. Teir fýra brøðurnir dansaðu saman við foreldrunum í køkinum í Skúgvi og pápin greiddi frá søgunum í kvæðunum. Hanus heldur, at tað er gott fyri likam og sál at dansa og eggjar teimum ungu at halda seg til. Vit hoyra um leikin Einki orð , sum verður sýndur á Tjóðpallinum. Eisini fylgja vit Eivør ein dag undir upptøkunum til nýggju fløguna Bridges . Sjónleikarin Olaf Johannessen hevur seinnu árini fingið alsamt størri leiklutir í Danmark. Nú spælir hann nazi brotsmannin Adolf Eichmann á Betty Nansen Teatret. Í sendingini greiðir hann frá leiklutinum. Javnaðarflokkurin hevði verið stóri sigursharrin, og fingið tríggjar tingsessir afturat,meðan Tjóðveldi hevði fingið ein tingsess afturat. Hinvegin hevði Framsókn mist ein tinglim, og hevði bara fingið ein tingsess. Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin missa, sambært veljarakanningini, hvør sín tinglim. Miðflokkurin varveitir báðar tingsessirnar, meðan Sjálvstýrisflokkurin hevði mist tingsess sín, tí flokkurin ikki klárar uppum tinggáttina í veljarakanningini, sum Fynd hevur gjørt fyri Sosialin. Lars Olsen hevur í kvøld úttikið hópin. Toppskjúttin í Effodeildini var ikki úttikin til dystirnar móti Norðurírlandi og Ungarn, men hann er við hesaferð. Men tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin fór H71 frá Neistanum. Við skjótum spæli og neyvleika frammanfyri málinum riggaði mest sum alt. Hinvegin hevði verjan hjá Neistanum trupult við at finna rætta stevið, og málverjin hjá H71, Ári Egason Dam stóð serstakliga væl. Men tá 22 minuttir vóru leiktir kom málturkur hjá H71. Teir skoraðu ikki í 7 minuttir, og hetta gjørdi at Neistin tískil kom aftur í dystin. Í dag hoyra vit um evnisarbeiði, sum næmingar í skúlanum við Løgmannabreyt hava havt. Evnið var Hoyvík. Nøkur hava arbeitt við fortíðini og onnur hava arbeitt við, hvussu Hoyvíkin sær út um 100 ár. Næmingar í 6. og 2. flokki greiða frá. Hans Gammeltoft Hansen, kanningarstjóri, sigur, at hann fær 2.000 krónur um tíman fyri sítt arbeiði. Frá februar, tá hann byrjaði, til síðst í september brúkti hann 312 tímar. Teir geva 624.000 krónur Hans Gammeltoft Hansen sigur, at hann vil ikki upplýsa, hvussu nógv báðir advokatarnir, hann hevur at hjálpa sær, og hjásetarnir báðir, fáa. Hann sigur, at tá løgtingið spurdi, um hann vildi vera kanningarstjóri, gjørdi hann vart við, at hann dugur ikki føroyskt og tí fór at verða neyðugt at umseta skjølini í málinum. Tað var í lagi, fekk hann at vita. Hans Gammeltoft Hansen hevur tvey fólk at hjálpa sær við kanningararbeiðinum, advokatarnar Majken Johansen og Jens Wang. Sambært Løgtingsskrivstovuni er teirra tímaløn á sama stigi sum hjá kanningarstjóranum. Men Løgtingsskrivstovan hevur ikki átikið sær at gjalda fyri hjásetarnar hjá løgmanni og fyrrverandi landsstýrismanninum í innlendismálum. Kaj Leo Holm Johannesen og Kári P. Højgaard hava ávíkavist advokatarnar Sigmund Poulsen og Jógvan Páll Lassen sum hjásetar. Talið av nýstovnaðum feløgum var hægst tá búskaparliga gongdin var best í 2005 til 2008, fyri síðan at minka tey árini kreppan rakti. Hetta seinasta árið eru heldur fleiri feløg stovnað enn undanfarin ár. Ein greining, sum Vinnuvitan.biz hevur gjørt vísir, at hesi seinastu tíggju árini frá 2004 til 2014 hava íalt 5.000 feløg verið virkin í føroyskum vinnulívi. Av hesum feløgum er bert helmingurin virkin í dag, meðan hin helmingurin av feløgunum eru strikað úr felagsskránni. Tann mest vanliga orsøkin til at feløg verða strikað er at feløg verða tikin av undir trotabúarviðgerð og síðan strikað, skrivar Vinnuvitan. Hóast Eliesar Olsen bert er 25 ára gamal, hevur hann drúgvar royndir sum venjari. Eliesar Olsen hevur síðstu fýra árini verið venjari hjá besta liðnum hjá Skála. EB Streymur boðar eisini frá, at ein av profilunum í hópinum, Leif Niclasen, heldur fram í felagnum. Leif hevur skrivað undir sáttmála fyri 2015. Felagið hevur annars higartil mist tveir góðar leikarar. Arnbjørn Hansen er farin til HB, og Hans Pauli Samuelsen skal komandi ár spæla fyri B36. Í sendingini frætta vit eisini um Listasavn Føroya, sum nú hevur 25 ár á baki sum sjálvsognarstovnur. Gunnar Nolsøe tosar við savnsleiðaran Niels Ohrt. Eisini hitta vit teir tríggjar, sum fyrireika nýggju sesongina í røðini Spískamarið. Heini í Skorini tosar við Gutta Winther, Pætur M. Dahl og Rógva Rasmussen. Illa lýddi forsetin lovaði samstundis veljarum sínum, at tey sleppa av við hann við forsetavalið í 2017, um ikki stóra arbeiðsloysið er minkað tá. Eydnast tað mær ikki, innan forsetaskeið mítt er runnið, so fari eg ikki at biða fraklendingar um at velja meg aftur í 2017. Fraklendingar eru erindaleysir, og tað hava teir orsøk til at vera, sigur Hollande við sjónvarpsrásina, TF1, nú hann hevur sitið halvtina av fimmáraskeiðnum sum forseti. Arbeiðsloysið er hækkað í 27 av teimum 30 mánaðunum, sum hann hevur sitið við valdi í Fraklandi. 3,4 milliónir fólk, tað mesta nakrantíð, hava einki arbeiði. Eg skilji atfinningarnar. Eg skilji, at tit kenna tykkum verða slept upp á fjall. Eg skilji, at fólk skylda upp á meg, sigur Hollande, sum tó ikki fellir í fátt Eg havi tjúkka húð. Í tvey og eitt hálvt ár havi eg hildið stand. Eg havi gjørt mistøk. Hvør ger ikki tað, segði forsetin, sum vil fara alla leiðina, og gera broytingar og styrkja Frakland, tað sum eftir er av valskeiðnum. Sambært nýggjari meiningakannig hevði Francois Holland tapt dyggiliga fyri leiðaranum hjá Front National, Marine Le Pen, um val hevði verið nú, Hollande hevði einans fingið 13 15 prosent av atkvøðunum í fyrsta umfari, skrivar ritzau Annað loyvið liggur í Norðsjónum, umleið 6 kilometrar frá Lowlander fundinum, sum Faroe er fyristøðufelag fyri. Verkætlanin fevnir um ein møguligan brunn, ið skal borast, og viðgerð av seismikki. Tann møguligi brunnurin verður boraður, um úrslitið av seismisku viðgerðini er nøktandi. Feløgini luttaka við hvør sínum 25 prosentum, og tey eru umframt FaroePetroleum Parkmead, sum eisini er fyristøðufelag, Verus Petroleum og CalEnergy Gas. Hitt loyvið liggur beint vestanfyri Perth fundið. Verkætlanin fevnir um seismiska viðgerð, áðrenn støða verður tikin um at bora ein brunn ella lata loyvið innaftur. Faroe Petroleum luttekur við 34,62 prosentum, Hini feløgini, sum luttaka í loyvinum eru DEO Petroleum, sum er dótturfelag hjá Parkmead við góðum 52 prosentum og er fyristøðufelag, og Atlantic Petroleum UK við góðum 13 prosentum. Forstjórin í Faroe Petroleum, Graham Stewart, sigur í tíðindaskrivið, at felagið fegnast um, at hava tryggjað sær hesi spennandi loyvini rundan um tann týdningarmikla Perth Dolphin Lowlander útbyggingarmøguleikan, har Faroe frammanundan hevur stóran part. Í dag er fyrsti dysturin í bólki eitt á skránni, tá Føroyar spæla móti Slovenia. Øll undankappingin verður hildin í Slovenia, har Føroyar eru í bólki eitt saman við Hollandi, Slovenia og Litava. Dystirnir verða spældir í dag, í morgin og sunnudagin. Hetta er fyrstu ferð, at Føroyar luttaka í EM undankapping fyri lið. Føroyski hópurin Aritra Nandy, venjari Magnus Gaard, venjari Niclas Højgaard Eysturoy Rógvi Poulsen Nikolaj Gunnarstein Benjamin Gunnarstein Kristina Eriksen Sigrun Smith Rannvá Djurhuus Carlsson Brynhild Djurhuus Carlsson Innslag um badmintonlandsliðið kann síggjast her. Í september kom fram, at grønlendska landsstýrisforkvinnan, Aleqa Hammond, hevði brúkt 106 túsund krónur av almennum pengum upp á seg sjálva og familju sína í tíðini frá 28. mai í fjør til 21. mai í ár. Sambært Sermitsiaq.gl, er kanningin liðug, og frágreiðingin liggur í afturlatnum brævbjálva í eini bankaboks í Grønlandsbankanum, sigur virkandi formaðurin fyri Inatsi sar tut, Lars Emil Johansen. Formaðurin fyri Parti Nalerag, Hans Enoksen, sum sjálvur er ein teirra, ið verður kannaður, vil hava kannngina almannakunngjørda beinanvegin. Men sambært Lars Emil Johansen er tað bara grannskoðaranevndin, sum kann lata upp og lesa úrslitið av kanningini. Mær er sagt, at enn hevur eingin lisið kanningina, hvørki embætisverkið ella politikarar, tí tað er grannskoðaranevndin, sum skal koma við áliti ella tilmæli í sambandi við kanningina, sigur Lars Emil Johansen. Hann leggur aftrat, at kanningin í fyrsta lagi verður almannakunngjørd eftir valið, tá nýtt landsstýri hevur tikið við og nýggj grannskoðaranevnd mannað. Pápi og dóttir eru samd um, at tey fáa nógv burtur úr einum felags máli sum hesum. Tey bæði renna í Nice í Frankaríki. Ætlanin er at fylgjast í øllum førum í fyrstuni, tí bæði eru tey kappingarmenniskju Tórshavnar kommunuskúli varð settur á stovn í 1956 og nú 31. des. hvør hann sum sjúki tí næsta ár verður hann lagdur saman við Venjingarskúlanum og sum frálíður verður nýggjur skúli bygdur. Jón Kragesten var í útvarpsstovuni í morgun Kvinna skrivar, at hon so fegin vil hava eitt barn. Hon hevur ongan mann og biologiska urið gongur skjótt. Hon ætlar at spyrja ein hon kennir, um hann vil vera pápi hennara barni. Men kann hon tað Maðurin er við at sálast, tí konan allatíðina er á Facebook og er vorðin so óglað og ónøgd og øvundsjúk. Hvussu fær mann børn at rudda upp eftir sær ella skal man tað Skal mann geva boð um hetta ella skal man gjalda barninum fyri at hjálpa Kona og maður góvu lyfti, at fyrstu árini av hjúnarlagnum búðu tey í bygdini hjá konuni og síðani skuldu tey flyta til Havnar. Nú er løtan komin, men nú vil konan als ikki. Lærari í filosofi, Jógvan D. Hansen, sigur frá hesum at varskógva ella at bríksla . Og gestur í tilverustólinum er Mai Laksafoss Simonsen. Kanningin er partur av føroyskum íslendskum granskingarsamstarvi, sum byrjaði tíðliga á vári 2011. 19 av tilsamans 21 skúlum við 9. flokkum luttóku. Kanningin umfatar øll, sum eru fødd í 1996. Nakrir fáir luttakarar eru tó 1 ár yngri ella eldri. Svarprosentið var 76,1 prosent í Føroyum. Tað er eitt góðkent støði. Umleið 540 luttakarar vóru eftir, tá tey ógyldugu skjølini vóru drigin frá. Umleið 52 prosent vóru gentur. Fimm næmingar í 8. flokki í Argja skúla fara av vera við í robottkappingini. Hetta vikuskiftið skipar Føroya Tele aftur fyri robotkappingina First Lego League. Í fjør vunnu Legoholics av Argjum kappingina. Tey fóru víðari til Norðurlendsku kappingina í Bodø, sum tey eisini vunnu. Tey endaðu í spanska Pamplona, har tey luttóku í evropeisku kappingini. Tíðin hjá Páli er tó nakað frá hansara persónliga meti, sum eisini er føroyskt og norðurlendskt met á 800 m. Tann tíðin er 7.36.24 Hetta hendir eftir at atsóknir hava verið framdar móti løgreglufólkum og hermonnum. Í skrivi til øll løgreglufólk frá Ríkispolitinum verður ávarað um, at seinsatu yvirgangsatsóknirnar móti løgreglu og hermonnum í USA, Kanada og Bretlandi, eisini kunnu henda á danskari jørð. Eisini í Føroyum eru vit á varðhaldi, sigur Peter Thaysen, chefpoliti inspektørur. ÍSF, Ítróttarsamband Føroya, hevur biðið um 30,7 milliónir krónur úr landskassanum. Í umsókn, sum varð send Mentamálaráðnum í september, verður biðið um 20,7 milliónir krónur í fíggjarlógini fyri 2015. Harafturat vil ÍSF hava landið at rinda tíggju milliónir til nýtt ÍSF hús. Mentamálaráðið hevur sett sjey milliónir krónur í fíggjarlógaruppskotið fyri 2015, góða millión meira enn játtað varð í ár. Petur Elias Petersen, ÍSF forseti, er í útvarpsstovuni Tað upplýsti Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, tá hann aftur í gjár skuldi svara fyrispurningi um ta lønaravtalu, sum nevndin í BankNordik ætlar at gera við sínar stjórar. Tað almenna eigur, umvegis Fíggingargrunnin, ein triðing av partabrøvunum í BankNordik Á fløguni Funerals og celebrations hjá Brandi, sum kom út mikudagin, er bæði elektropoppur og akustiskur tónleikur, hvør sín stílur má sigast , og tó eydnast tað at fáa eina rættiliga vælskapaða heild burtur úr teimum sjey løgunum, sum eru á fløguni. Brandur Enni hevur búð í Svøríki í fleiri ár, har hann hevur havt fløgusáttmála og livað sum yrkistónleikari. Men tvey tey seinastu árini hevur hann gingið á Miðnámsskúlanum í Hovi og tók studentsprógv í summar. Nú býr Brandur so aftur í Stockholm, har hann er farin undir hægri lestur. Men hvat skulu vit leggja í hetta skiftið frá yrkistónleikara til universitetslesandi Tað fer Bogi Godtfred millum annað at spyrja Brand Enni í Vangamyndini í Degi og Viku. Umframt at velja Grease sangir í sendingini greiddu tey leikandi frá teirra leiklutum, søguni, umstøðunum og samanhaldinum í leikbólkinum. Soleiðis sigur 17 ára gamla Andrea Ivalu Heinesen, ið gjørdist við barn sum 16 ára gomul. Eisini prátar panelið, Turið Arge Samuelsen, Unnur Egilsnes Hansen og Bára Silvansdóttir, um tað at vera ung mamma.Harafturat hugleiðir panelið um fosturtøku. Ein tilkomin maður doyði í gjárkvøldið, tá hann eftir øllum at døma datt niður ímillum bátin og bátabrúnnar við Kongabrúnna í Havn og druknaði. Ein tilkomin maður doyði í gjárkvøldið, tá hann eftir øllum at døma datt niður ímillum bátin og bátabrúnnar við Kongabrúnna í Havn og druknaði. Avlurtingarpakkin, sum samgongan samtykti í løgtinginum 29. apríl 2014, rakar ikki bara brotsmenn, men eisini ósekar borgarar og brýtur grundleggjandi mannarættindi um frið einstaklingsins. Avlurtingarpakkin eigur tí at verða settur úr gildi sum skjótast. Tað skrivar Elin Brimheim Heinesen, sum hevur tikið stig til at savna inn undirskriftir fyri at fáa avlurtingarpakkan avtiknan aftur. Avlurtingarpakkin gevur myndugleikum og løgregluni ov víðar heimildir at gera seg inn á privatlívið hjá einstaka borgarunum, uttan at borgarin veit av hesum og vandi er fyri at tað kann blíva misbrúkt, skrivar stigtakarin. 187 fólk hava higartil skriva undir.tey mótmæla, at avlurtingarpakkin var settur í gildi,. og tey krevja, at pakkin verður tikin av aftur og at løgtingið virðir talgildu mannarættindini hjá borgaranum. Bókin Lat eisini meg, verður at hoyra leygarmorgnar klokkan 9.30 og sunnudagar klokkan 17.10 í útvarpinum. Bókin er í 11 pørtum. Eyð Berghamar Jacobsen lesur. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2013. Bókin Lat eisini meg er nýggj upprunaføroysk bók um happing. Ein hjartanemandi søga um at kenna seg uttanfyri Halldóra Dam hevur skrivað bókina, sum eisini er fyrsta bók úr hennara hondum. Bókin er um gentuna Drós, sum verður illa happað í flokkinum. Hvør einasti dagur er eitt satt stríð at koma ígjøgnum, tí hon veit ongantíð, hvat hon kann vænta sær. Drós gongur einsamøll við hesum, ongin veit av nøkrum uttan sjálvandi happararnir. Men so ein dagin kemur Rita at ganga í flokki saman við Drós, og tá fer knappliga okkurt at henda, tí Rita ræðist ikki, hvat onnur halda, at ein eigur at gera. Hon hevur sín egna vilja, og hon vil vera saman við Drós, tí henni dámar hana Hetta er ein bók beint úr gerandisdegnum og lýsir eitt fyibrigdi, sum nógv børn tíverri kenna aftur. Bókin er serliga væl egnað til tey 9 til 12 ára gomlu. Hon er 96 bls., og unga Bjørk Jónheðinsdóttir Tróndheim hevur gjørt permuna. Ætlanin er at nýskipa fyritíðarpensjónina, har millum annað viðurskiftini hjá teimum, sum hava havt eitt langt og hart arbeiðslív, og sum eru niðurslitin, eisini verða viðgjørd. Tað sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, í einum svari til Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir. Hon spurdi um møguleikan fyri eini serligari pensjón til sjómenn, sum hava verið til skips, síðani teir vóru ungir, og nú eru útslitnir. Annika Olsen sigur, at skulu tey, sum hava arbeitt í fiski á sjógvi og landi, fáa serlig pensjónsrættindi, eigur at verða umhugsað, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum eru eisini við til fíggja hana. Skipanin um arbeiðsfremjandi tiltøk fyribyrgir, at fólk, sum eru í vanda fyri at missa tilknýtið til arbeiðsmarknaðin, verða stuðlað at varðveita hetta tilknýtið. Í Íslandi er ein serstøk sjómannapensjón, sum gevur sjófólki fulla pensjón eftir 60 ára aldur, eftir nærri ásettum reglum. Bert trý prosent av arbeiðsmegini kunnu fáa rættindi sambært hesi skipan. Annika Olsen sigur, at skulu vit veita fólki í einum ávísum yrkisbólki serstaka pensjón, er vandi fyri, at tey fara av arbeiðsmarknaðinum, hóast tey framvegis hava arbeiðsførleika. Maður, sum varð handtikin í gjárkvøldið á Húsum, tá hann fór at skjóta millum hús við eini høglbyrsu, náddi at skjóta 30 50 ferðir, áðrenn løgreglan fekk handtikið hann. Tað sigur Kristina Christiansen, vakthavandi á politistøðini. Maðurin, sum er um 50 ára aldur, var komin á vitjan í einum húsum, tá hann brádliga tók høglbyrsun fram og fór at skjóta. Maðurin, sum býr í húsinum, tók til rýmingar. Politiið kann leggja hald á Spitfire bátin hjá Sea Shepherd til dómur er fallin í málinum móti teimum trimum fólkunum, sum mannaðu bátin. Tey vórðu tikin 17.september, eftir at politiið jagstraði tey í Tangafirði og í Nólsoyarfirði. Tey fingu boð um at fara frá nøkrum springarum, sum lógu í Tangafirði. 83 ára gamlu Mikhail Gorbachev, sum var seinasti forsetin í Sovjettsamveldinum, ávarar í dag gomlu stríðandi partarnar, eysturheimin og vesturheimin. Gorbachev heitti í røðu í Berlin í dag á landsins leiðarar, um ikki at byrja eitt nýtt kalt kríggj. Michael Gorbathev fekk friðarheiðursløn Nobels í 1990 fyri sína týðandi leiklut og fyri at enda kalda kríggið. Michael Gorbatchev var í Berlin fyri at hátíðarhalda, at 25 ara eru liðin síðani Berlinmúrurin fall. Úttalilsi hjá Gorbachev kann og bleiv av summum tulka sum um ein áheitan á Europa um at avtaka handisforðingarnar móti Russlandi skrivar enska blaðið The Guardian. Geir Wardum og onnur, sum í síni tíð keyptu vinnustykki við Karlamagnusarbreyt við útlitinum til, at har skuldi koma ein handilsgøta og nógv virksemi, kenna, at tey hava keypt upp á skeivar fortreytir, nú Tórhavnar kommuna ætlar at broyta verkætlanina, tí lovaða virksemið ikki eru komið í økinum. Men lyftið frá Heðini Mortesen, borgarstjóra í Degi og viku fríggjakvøldið, um at taka óynsktu vinnustykkini aftur, eru nýggir tónar frá kommununi, sambært Geir Wardum. Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi atkvøddi ímóti at lata flokkin stilla upp til danska Fólkatingið, men hann heldur tó, at tjóðveldisfólk í fólkatinginum hóast alt er betri enn sambandsfólk í fólkatinginum Malaysiska badminton sambandið noktar at almannakunngera navnið á spælaranum, sum hevur brúkt doping, men alt bendir á, at tað er Lee Chong Wei. Positiva doping royndin av malaysiska spælaranum varð tikin til undir heimsmeistara kappingini í Danmark í august. Positiva B royndin varð tikin í Oslo Tað er evnið dexa metha sone, sum er funnið í royndini. Malaysiska badmintonsambandið hevur roynt at ført fram, at evnið varð lógliga nýtt í sambandi við viðger av einum skaða tann 17. juli, og er ikki farið úr kroppinum aftur. Tað heldur løgreglan her á landi, nú enn ein skottilburður var í gjárkvøldið hesuferð á Húsum á Kalsoynni, har ein maður við einari høglbyrsu lat 20 til 30 skot av millum húsini, áðrenn hann yvirgav seg til løgregluna. Men ein herðing av vápnalógini liggur ikki høgt á raðfestingar listanum, viðgongur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, sum yvirtók vápnalógina, tá Innlendismálaráðið varð niðurlagt. Men løgmaður er tó sinnaður at hyggja upp á vápnalógina saman við løgregluni serliga í ljósinum av tí, sum hendi á Húsum í gjárkvøldið. LegoHolics vunnu First LEGO League Føroyar kappingina í ár, tá fimm lið av børnum og ungum kappaðust í føroyska partinum av kappingini í gjár. Legoholics, sum eru næmingar úr skúlanum á Argjahamri, eru royndir í First Lego League finaluni, tí teir vunnu eisini føroysku finaluna á fjør, fóru víðari í kappingini og endaðu við at gerast Evropameistarar í robott tøkni. Kappingar vóru eisini í hinum norðurlondunum, og ein samanbering av úrslitunum vísir, at LegoHolics endaðu millum seks tey bestu liðini í øllum Norðurlondum. Evnið í ár var læring, og liðini kappaðust innan fýra øki Legorobottar, ástøði, framferð og samstarv. LegoHolics fingu steyp fyri framferð og skaraðu framúr við robottkoyringini. Gold to Glory frá venjingarskúlanum fingu annað steypið fyri robottkoyringina. Legobuilders úr Sands skúla vunnu steyp fyri bæði ástøði og tøkni, og Lego Mechanics frá skúlanum við Løkin fingu steyp fyri gott samstarv. Skandinaviska finalan verður í Keypmannahavn tann 30. november. Tá fer LegoHolics at dystast móti 45 liðum úr Noregi, Danmark og Svøríki. Sovjetsamveldið fór undir at byggja múrin fyri at byrgja av Vesturberlin frá Eysturberlin og restini av Eysturtýsklandi. Vesturberlin hoyrdi til Vesturtýskland, men lá mitt í gamla Eysturtýsklandi. Endamálið við múrinum var at forða fyri, at fólk úr Eysturtýsklandi kundu ferðast til Vesturtýskland umvegis Vesturberlin. Tónleikabólkurin Orka gevur nú fløgu út í Onglandi. Talan er um nýggjastu fløguna hjá bólkinum, Leipzig, sum í summar kom út í Føroyum, Danmark, Týsklandi, Sveits og Eysturríki gjøgnum TUTL. Men nú hevur Orka júst gjørt avtalu við Cargo Records um eisini at geva fløguna út í Onglandi 15. desember í ár. Fløgan hevur higartil fingið góð ummæli fleiri londum. Millum annað skrivar Allscandinavia, at Leibzig verður at finna ovalaga á teirr lista yvir bestu útgávur í 2014. Orka er broyttur frá at vera ein stórur bólkur við heimagjørdum ljóðførum til tveir mans á palli við nærum bert elektroniskum ljóðførum. Konsert verður við Orku fríggjadagin 14. november í Perluni í Havn, og tá verða fleiri onnur orkestur eisini at hoyra. Talan er um eina fóltaatkvøðu, sum landspartastjórnin í Katalonia skipar fyri, men sum myndugleikarnir í Madrid fleiri ferðir hava skýrt at vera ólógliga og ógylduga. Eisini hægstirættur í Spania sigur fólkaatkvøðuna at vera ógylduga. Loysingarflokkarnir í Katalonia vóna, at uppmøtingin til fólkaatkvøðuna verður so mikið stór, at hetta verða eini týðilig boð til sponsku myndugleikarnar um rættindini hjá katalonum at stjórna egnum landi. Tilsamans 7,5 milliónir fólk búgva í Katalonia, og katalonski leiðarin Artur Mas hevur sagt, at um í minsta lagi hálv onnur millión íbúgvar atkvøða fyri loysing á fólkaatkvøðuni, fer hetta at geva Katalonia ein góðan trumf í hondini mótvegis sponsku stjórnini. Meiningarkanningar vísa, at upp í móti 80 prosent av íbúgvunum í Katalonia vilja hava meira sjálvstýri. Og umleið helmingurin av íbúgvunum vilja loysa heilt frá Spania. Maðurin var handtikin á Húsum, tí hann skeyt niðan í hagan við eini høglbyrsu. Vandi varð ikki á ferð, sigur løgreglan, og handtøkan fór friðarliga fram. Maðurin er nú skuldsettur og leyslatin. Løgreglan vil ikki siga, hvat maðurin er skuldsettur fyri, men upplýsir, at skuldsetingin í næstum verður send ákæruvaldinum, sum síðani fer at skriva ákæruna ímóti manninum, sum skal viðgerast í rættinum. Ákæra kann tó neyvan reisast eftir vápna ella veiðulógini, sigur Kristina Kristiansen, vakthavandi á politistøðini. So ákæruvaldið fer væntandi at taka støðu til, um ákæra verður reist eftir revsilógini og politiviðtøkunum. Maðurin var ikki grundlógaravhoyrdur, tí hon er bert krav, um løgreglan ætlar at varðhaldsfongsla ein persón. Og løgreglan metti, við støði í líknandi hendingum, at tað ikki er neyðugt at varðhaldsfongsla mannin. Michael Dalbø, formaður í Føroya Veiðifelag, heldur at kjak um vápnalógina er neyðugt, og tað er eisini neyðugt at dagføra lóggávuna. Men trupulleikin er, at løgreglan hevur fáar møguleikar at skuldseta mannin eftir, segði Kristina Kristiansen, løgreglukvinna, í gjár. Michael Dalbø skilir støðuna hjá løgregluni, men hevur eisini fyrivarni. Hann vísir á, at fleiri lógir kunnu dagførast fyri at forða fyri at slíkar hendingar henda. Ivi er nevniliga sáddur um flokkurin IA hevur latið inn góðkendan valevnislista. Listin varð latin inn til tíðina, men trupulleikin er, at hann var ikki undirskrivaður. Valnevndin hittist í gjár at tosa um trupulleikan, men kom ikki til nakra niðurstøðu, um listin skal góðkennast. Nevndin hevur fund aftur í morgin at taka støðu til listan. IA sigur, at flokkurin fekk skeiva vegleiðing frá Sermersoq Kommunu og at tað er orsøkin til mistakið. Flokkurin læt listan inn klokkan 12 fríggjadagin uttan undirskrift, tí tey høvdu fingið at vita frá semersoq Kommunu, at tað var ikki neyðugt við undirskrift. Kommunan, sum er tann næststørsta í grønlandi, hevur ásannað mistakið og hevur heitt á valnevndina um at góðkenna valevnislistan hjá IA. Í Grønlandi er nógv trýst á sitandi landstingsformannin, Lars Emil Johansen, at fáa hann at almannakunngera granskoðarafrágreiðingina um penganýtsluna hjá politikarum áðrenn landstingsvalið 28. november. Talan er um eina frágreiðing, sum landstingsgranskoðararnir hava bílagt og sum granskoðarafyritøkan Deloitte hevur gjørt. Kanningin fevnir um fráfarnu landstýrisforkvinnuna, Alequ Hammond, og sitandi og fyrverandi landsstýrisfólk. Í september kom fram, at grønlendska landsstýrisforkvinnan, Aleqa Hammond, hevði brúkt 106.000 krónur av almennum pengum upp á seg sjálva og familju sína í tíðini frá 28. mai í fjør til 21. mai í ár. Kanning var alt fyri eitt sett í verk av henni, núvernadi og fyrrvernadi landsstýrislimum. Kanningin er nú liðug, men virkandi landsstýrisformaðurin, Lars Emil Johansen, heldur fast um, at hann hevur ikki heimild at almannakunngera hana áðrenn valið. Hann vísir á, at hann hevur onga lógarheimild at almannakunngera eina frágreiðing, sum ein fráfarin nevnd av landstingsgranskoðarum hevur bílagt samstundis sum landsstýrið er upployst og sent til hús. Tað er bara ein nýggj granskoðaranevnd í landstinginum, sum kann almannakunngera fágreiðingina, sigur Lars Emil Johansen við grønlendska blaðið, Sermitsiaq. Men politikarar og veljarar vilja fegnir síggja granskoðarafrágreiðingina áðrenn valið, tí tey halda at veljarin annars atkvøður á skeivum grundarlagi, um tað eftir valið kemur fram, at persónar verða valdir í landstingið, sum hava misnýtt almennar pengar. Í hesum døgum ringir eitt umboð fyri granskoðarafyritøkuna Deloitte til teir ymsu politikararnar, sum eru kannaðir, og fortelur teimum, hvat kanningin vísir fyri teirra viðkomandi. Og politikarar, sum hava fingið at vita, at teir ikki hava misbrúkt almennar pengar, greiða nú frá tí á Facebook, at teir eru reinir og ósekir. Tann spurningin skal Johan Dahl, landsstýrismaður, nú svara. Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, spyr millum annað um, hvussu landsstýrismaðurin sær fyri sær at ullin, heldur enn at fara til spillis, verður tøk sum rávøra til sniðgevingar og klædnavinnuna Løgtingkvinnan vísir millum annað til samrøðu við Árni Brattaberg frá ullavirkinum Sirri, sum í gjár segði við Kringvarpið, at bert 6 tons av ull kom í ár í mun til 40 tons í fjør. Bjørt Samulsen heldur, at stórir møguleikar eru í føroyskari sniðgeving og klædnaframleiðslu, sum hevur tikið seg nógv fram seinastu árini. Men hóst stórur partur av hesi framleiðslu byggir á ull, so kemur føroyska ullin bert í avmarkan mun til høldar, leggur hon aftrat. Bjørt Samuelsen vísir á, at privatar fyritøkur hava tikið ímóti ullini, men at lønsemið er ov avmarkað fyri bøndurnar, og tí er áhugin at lata ullina inn ov lítil. Tí spyr Bjørt Samuelsen eisini, um Johan Dahl heldur at grundarlag eru fyri einari stuðulsskipan, sum kann gera tað lønandi fyri bøndurnar at lata ullina inn, og hvussu ein slík skipan kundi fáast í lag. Í føroyska sjúkrahúsverkinum eru serlæknar settir í starv innan tey flestu økir. Serlæknarnir fáa løn frá heilsuverkinum fyri at vera í starvi á sjúkrahúsinum. Men umframt vanligu serlækna lønina rindar heilsuverkið fleiri milliónir aftrat til serlæknarnar. Hetta er fyri privatar viðtalur, sum læknarnir hava eftir arbeiðstíð. Viðtalur, sum vanliga verða gjørdar í hølunum á sjúkrahúsunum. Kringvarpið hevur biðið Heilsumálaráðið um eitt yvirlit yvir, hvussu nógvar pengar heilsuverkið hevur rindað serlæknum fyri privatar viðtalur seinastu árini. Yvirlitið vísir, at í fjør rindaði heilsuverkið í fjør serlæknum góðar 4,3 milliónir krónur fyri viðgerðir, sum verða gjørdar eftir vanliga arbeiðstíð. Av hesum fór so nógv tað mesta til eygnalæknar, nevniliga beint undir 1,5 milliónir krónur. Tað vil siga meira enn ein triðingur er privat virksemi hjá eygnalæknunum. Eisini oyrnalæknin tjenar nógvar pengar frá heilsuverkinum eftir arbeiðstíð. Oyrnalæknin fekk góðar 542.000 krónur fyri virksemi eftir vanliga arbeiðstíð í fjør. Men haraftrat rindaði heilsuverkið umleið 200.000 krónur til avloysarar innan hetta økið. Eisini giktalæknin var ein stórur postur hjá heilsuverkinum í fjør, tá tað snýr seg um privatar viðgerðir. Giktalæknin fekk gott 700.000 krónur eftir vanliga arbeiðstíð í fjør, vísir yvirlitið hjá heilsumálaráðnum. Upphæddirnar til privat virksemi hjá giktalæknanum eru meira enn tvífaldaðar síðan 2011. Tá fekk giktalæknin góðar 322.000 krónur fyri privata virksemið, men hetta er sum sagt farið upp um 700.000 krónur í 2013. Útreiðslurnar til privata serlæknavirksemið hava ligið oman fyri fýra milliónir krónur í fleiri ár. Í 2005 var upphæddin 4,1 millión krónur. Størstu útreiðslurnar vóru í 2011, tá heilsuverkið rindaði serlæknunum beint oman fyri fimm milliónir krónur. Enn vita mynduleikarni ikki, hví bygningurin rapaði. Men íbúðarbygningurin varð undir umvælingum, tá ein trappuuppgongd rapaði, og virkið NCC, sum ger umvælingararbeiðið, vil hava eina kanning at staðfesta, hvussu tað kundi henda, og hvør hevur ábyrgdina. Tey sum búgva í trappuuppgongdini sum rapaði og í trimum trappuuppgongdum nærindis, eru flutt til Hotel Jutlandia í Frederikshavn, og tey fáa í boðið samrøðu við ein sálarfrøðing. Teknikarar hjá løgregluni og danska arbeiðseftirlitið fara nú at kanna íbúðarbygningin, og staðfesta, hví trappuuppgongdin rapaði. Úrslitini av kanningini verður væntandi tókt mánadagin. Tað gekk sera væl hjá teimum báðum føroyingunum, Pál Joensen og Frans Johannesen í North Sea Swim Meet í Stavanger um vikuskiftið. Pál legði leistin fríggjadagin, tá hann vann gull í 800 m. frí. Seinni á degnum kom Frans eisini á sigursskammilin, tá hann vann silvur í 100 m. bringu. Leygarmorgunin var Pál aftur fyrstur á mál. Hesaferð vann hann gull í 400 m. frí. Frans bleiv nummar trý í somu kapping, og vann bronsu. Seinnapartin leygardagin vóru fleiri heiðursmerkir til føroyingarnar. Pál og Frans blivu ávíkavist nummar eitt og tvey í superfinaluni í 400meturfrí. Seinnapartin í dag kom tað síðsta heiðursmerkið í hús. Frans Johannesen vann bronsu, tá hann kom á mál í superfinaluni í 200 m. frí. Pál Joensen vann sær ein altjóða heiður afturat í kvøld. Hann varð heiðraður á North Sea Swim Meet fyri at hava framt besta avrik har av øllum mannligu luttakarum. Havrógvarin Livar Nysted søknast eftir seks føroyskum rógvarum at manna bát komandi summar, tá ætlanin er at rógva 300 míl langa teinin frá Norðurskotlandi til Føroyar og áhugin er stórur. Á eftirmetingarfundi hjá fótbóltssambandinum í gjár var samtykt at arbeiða víðari við broytingum av dómarafrágreiðingini sum dómarar gera um leikbann. Men Ransin Djurhuus dómari metur ikki at trupulleikin er stórur, men vil heldur fáa greiðu á hví man kjakast um broytingar av dómarafrágreiðinarskjalinum. Havrógvarin Livar Nysted og skotin Leven Brown leita eftir seks fúsum føroyskum rógvarum at manna bátin Avalon komandi summar. Ætlanin er at rógva tey 300 mílini úr Norðurskotlandi til Føroyar. Livar vónar, at ein styttri túrur sum hesin av álvara fer at kveikja áhugan fyri havrógving ímillum føroysk róðrarfólk. Íslendski forsetin, Ólafur Ragnar Grímsson, er á altjóða listanum yvir ríkisleiðarar, sum hava sitið longst, vísur yvirlit, sum The Washington Post hevur gjørt. Fimm ríkisleiðarar hava sitið longri enn 30 ár. Teir eru Paul Biya úr Cameroun, Teodoro Mbasogo úr Ekvator Guinea, Jos Eduardo dos Santos í Angola, Robert Mugabe í Zimbabwe og Ali Khamanei í Iran. S ambært meiningakanningum, sum íslendska Fr ttablaðið, hevur gjørt, svaraðu níggju prosent av teimum spurdu, at tey vildu hava Ólafur Ragnar Grímsson sum forseta næsta skeið eisini. Men 47 prosent svaraðu, at tey vildu hava fyrrverandi borgarstjóran í Reykjavík, Jón Gnarr, valdan. Leikluturin hjá íslendska forsetan er symbolskur. Eitt av málunum, ið var lagt fram var eitt uppskot um broyting í vegleiðing til leikbann, ið var lagt fram á eftirmetingarfundi í gjár. Í sjónvarpsstovuni hesa ferð eru Maibritt Magnussen, sum var flogterna í flogvanlukkuni í Stord í 2006. Tummas Justinussen, stjóri á ársins virki 2014, Skansa Offshore, og Bergun Kass, ein av kritisku røddunum í EIK undan húsaganginum. Sambært Ransanum Djurhuus er trupulleikin heldur, at ósamsvar mangan er milum dómarafrágreiðingina og leikbanni, sum kappingarnevndin hjá Fótbóltsbóltsambandinum gevur. Tað kostar meira enn væntað at telja hval, samráðingartoymið skal hava eitt fólk afturat, og útreiðslurnar hjá Vørn eru nógv hækkaðar. Fíggjarnevndin hjá løgtinginum hevur spurt Fiskimálaráðið, hví tað ikki heldur løgtingssamtyktina um játtanarkarmin í fíggjarlógini fyri 2015. Løgtingið hevur samtykt, at Fiskimálaráðið skal fáa 171,2 milliónir krónur næsta ár. Men í fíggjarlógarupskotinum hjá landsstýrinum eru 173,7 milliónir. Fiskimálaráðið svarar Fíggjarnevndini, at hvalateljingin næsta ár verður eina millión krónur dýrari, tí serligur dentur skal leggjast á at telja grindahval fyri betur at kunna meta um stovnin. Í svarinum hjá Fiskimálaráðnum sæst eisini, at minni stuðul verður latin til umhvørvisverndartiltøk, játtanin er niðurraðfest. Agenda 21 stovan er niðurløgd og fær ikki stuðul í 2015. Tað fer at kosta Starvsmannafelagnum 13,6 milliónir krónur at umbyggja bygningin í Vørðsluni í Havn, sum Tiltaksgrunnur felagsins keypti frá landsstýrinum í fjør, og klæða gamla bygningin hjá felagnum. Starvsmannafelagið er farið undir samráðingar við Eysturlon. Gongur eftir ætlan verður sáttmáli um arbeiðið undirskrivaður seinni í hesum mánaðinum. Tað verður ikki fyrr enn í 2016, at farið verður undir at miðsavna landsfyritingina, so tær fimm milliónirnar, sum ætlanin var at spara næsta ár, verða ikki spardar fyrr enn í 2016. Løgmansskrivstovan sigur, at nú verður uppskot gjørt um gera tillagingar í bygnaðinum, grundað á hoyringarnar, sum hava verið. Síðani skal landsstýrið at taka støðu. Ein avbjóðing er at fáa til vega høli. Tann spurningurin er ikki loystur enn. Sildakvotan varð hækkað 2.000 tons í síðstu viku, so hon nú er 24.420 tons. Hósdagin vóru fiskað knappliga 23.000 tons, 2.600 tons eru fiskað í altjóða sjógvi. Karsten Hansen hevur kunnað landsstýrið um, at hann vil hava lógina um Heilsutrygd broytta soleiðis at landsstýrismaðurin fær stýrt útreiðslunum til privata virksemið hjá serlæknunum. Eitt yvirlit hjá heilsumálaráðnum vísir, at Heilsutrygd rindaði serlæknum yvir 4,3 milliónir krónur fyri privatar viðtalur, sum læknarnir hava eftir arbeiðstíð. Størstu gjøldini fóru til eygnalækna, giktalækna og oyrnalækna. Sáttmálin gevur serlæknum rætt til samsýning, tá teir veita serlæknahjálp eftir vanliga arbeiðstíð, tað vil siga eftir klokkan 15 seinnapartar. Nú klokkan 11 fer landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, at seta hakan í og loysa fyrsta flagið til at byggja út Kringvarpshúsini. Landsstýrismaðurin setur hakan í norðanfyri, har ein bygningur, sum skal hýsa redigeringshølum og tøkni, verður bygdur upp í verandi hús. Eftir ætlan fer fyrsta byggistigið at kosta 8,4 milliónir krónur. Byggifelagið ÁTS hevði lægsta boðið, tá Landsverk í vár bjóðaði út arbeiðið. Enn er ikki ásett, nær farið verður at gera umsitingarhølini og nýggju forhøllina sunnanfyri. Tilboðini fyri framleiðsluhølini, umsitingarhølini og forhøllina vóru áleið fimm milliónir krónur hægri enn tað, Landsverk metti upprunaliga. Síðani er skarvað av ætlanini, so hon verður mett at verða tvær milliónir bíligari. Enn er ikki greitt, um fígging fæst til henda partin av útbyggingarætlanini. Í Grønlandi er nógv trýst á sitandi landstingformann, Lars Emil Johansen, at fáa hann at almannakunngera granskoðarafrágreiðingina um penganýtsluna hjá politikarum fyri landstingsvalið 28. november. Talan er um eina frágreiðing, sum landstingsgranskoðararnir hava bílagt, og sum granskoðarafyritøkan Deloitte hevur gjørt. Kanningin fevnir um fráfarnu landstýrisforkvinnuna, Alequ Hammond, og sitandi og fyrverandi landsstýrisfólk. Í september kom fram, at grønlendska landsstýrisforkvinnan, Aleqa Hammond, hevði brúkt 106.000 krónur av almennum pengum upp á seg sjálva og familju sína, frá 28. mai í fjør til 21. mai í ár. Kanningin er nú liðug, men virkandi landstingformaðurin, Lars Emil Johansen, heldur fast um, at hann hevur ikki heimild at almannakunngera hana fyri valið. Hann vísir á, at hann hevur onga lógarheimild at almannakunngera eina frágreiðing, sum ein fráfarin nevnd av landstingsgranskoðarum hevur bílagt, samstundis sum landsstýrið er upployst og sent til hús. Tað er bara ein nýggj granskoðaranevnd í landstinginum, sum kann almannakunngera fágreiðingina, sigur lars Emil Johansen við grønlendska blaðið Sermitsiaq. Men politikarar og veljarar vilja fegnir síggja granskoðarafrágreiðingina fyri valið, tí tey halda, at veljarin annars atkvøður á skeivum grundarlagi, um tað eftir valið kemur fram, at persónar verða valdir í landstingið, sum hava misnýtt almennar pengar. Í hesum døgum ringir eitt umboð fyri granskoðarafyritøkuna Deloitte til teir politikararnar, sum eru kannaðir, og fortelur teimum, hvat kanningin vísir fyri teirra viðkomandi. Og politikarar, sum hava fingið at vita, at teir ikki hava misbrúkt almennar pengar, greiða nú frá tí á Facebook, at teir eru reinir og ósekir. Fyribilsúrslit vísa, at fýra av fimm hava atkvøtt fyri sjálvstýri. Valluttøkan hevur tó verið litil, og mett verður, at bara triði hvør var á vali. Fíggjarnevndin hevur spurt aðalráðini, hví so er, hví tey ikki halda játtanarkarmin í fíggjarlógaruppskotinum, men biðja um nakrar milliónir meira. Og aðalráðini hava svarað. Anna og Silvurlín eru í vangamyndini hesaferð. Tí tær vita um eitt og annað, sum er í Saksun. Har eru djór, bæði hønur og eisini hestar og hundar. Og so eru tað gamli bóndagarðurin, Dúvugarðar, har alt er gamalt og heilt annarleiðis enn tað er nú. Og enn einaferð ber til at fáa góð hugskot hvussu skorin frukt kann síggja út. Púra klár at taka við í matpakkan ella at bjóða góðum vinfólki. Og Kob er góð í ráðum, tí hon dugir væl at finna uppá. Í fiskivinnuni og alivinnuni er framgongdin um seks prosent og hjá tí almenna er framgongdin góð tvey prosent. Verður hugt at gongdini síðan 2004 sæst, at framgongd er í øllum høvuðsvinnugreinum, og at fíggjarkreppan á ymsan hátt rakti vinnugreinarnar. Christian í Grótinum hevur roynt í ES sjógvi. Í gjár gav skotska vaktarskipið, Hitra, klaksvíksskipinum boð um at fara til Lerwick til kanningar. Eyðun Rasmussen, reiðari, sigur, at Christian í Grótinum fiskaði makrel og var á veg heim, tá hann varð biðin um at fara til Hetlands Neyðugt er at broyta sáttmálan millum Heilsutrygd og Serlæknafelagið, so útreiðslurnar til l privata serlæknaviðgerð kunnu stýrast betur Hann tekur sostatt undir við ætlanunum hjá Karsteni Hansen, landsstýrismanni, um at broyta lógina um Heilsutrygd, so útreiðslurnar kunnu avmarkast, og tað Heilsutrygd ikki av sær sjálvum rindar, tá ein serlækni sendir stovninum rokning. Føroyska heilsuverkið brúkar fleiri milliónir krónur um árið at gjalda serlæknum fyri privat virksemi, sum teir gera eftir arbeiðstíð, tí bíðilistarnir eru langir. Stjórin á Strandfaraskipum Landsins sigur, at hann hevur greitt Johan Dahl, landstýrismanni í vinnumálum, frá, hvat stendur í hoyringarskrivinum, sum hann hevur givið Hans Peturi Joensen í sambandi við, at hann skuldi koyrast úr starvi sum fíggarligur leiðari á Strandferðsluni. Hann heldur, at tað er náttúrligt at kunna landstýrismannin, tá ein so týdnignarmikil persónur fer frá. Hans Petur Joensen heldur, at talan er um, at upplýsingar um hann eru latnar fyri at dálka sín persón, og hann kennir seg forfylgdan. Johan Dahl segði Joen Magnus Rasmussen, limi í landsstýrismálanevndini, frá málinum undir viðgerðini av misálitinum á Johan Dahl, og Joen Magnus Rasmussen tók tað síðani upp á tingsins røðarapalli, har hann nevndi, at fyrrverandi fíggjarleiðarin fór frá av heilt øðrum ørsøkum. Tað sigur Kári P. Højgaard, sum stendur at kalla einsamallur við ábyrgdini, nú flokkurin fær ein lúsing í nýggjastu veljarakanningini Fyrrapartin loysti Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, fyrsta flagið til at byggja út Kringvarpshúsið í Sortudíki. Norðanfyri verður ein bygningur, sum skal hýsa redigeringshølum og tøkni, og hann verður bygdur upp í Kringvarpshúsið. Eftir ætlan fer fyrsta byggistig at kosta 8,4 milliónir krónur. Byggifelagið ÁTS hevði lægsta boðið, tá Landsverk bjóðaði arbeiðið út í vár. Henda útbyggingin verður væntandi liðug í august næsta ár. Enn er ikki greitt, nær farið verður at gera umsitingarhølini og nýggju forhøllina sunnanfyri. Tilboðini til framleiðsluhølini, umsitingarhølini og forhøllina vóru umleið fimm milliónir krónur hægri enn tað, Landsverk metti upprunaliga. Síðani er skarvað av ætlanini, so hon verður mett at verða tvær milliónir bíligari. Enn er ikki greitt, um fígging fæst til henda partin av útbyggingarætlanini. Sí innslag, sum Lív E. Eidesgaard hevur gjørt til Dag og Viku. Bill Justinussen í Miðflokkinum vil hava at vita, hví lønarútreiðslurnar hjá Arbeiðsloysisskipanini eru meiri enn tvífaldaðar síðani 2009. Hann hevur sett Johan Dahl, landsstýrismanni, ið varðar av ALS, fyrispurning um málið. Bill Justinussen undrast eisini á, hví so nógv starvsfólk starvast á ALS. Hann vísir á, at sambært ársfrágreiðingunum hjá ALS, er starvsfólkatalið vaksið úr 17 ársverkum upp í 29 ársverk. Samstundis er arbeiðsloysið minkað, og er nú eitt hitt lægsta í Evropa. Bill Justinussen vil hava Johan Dahl at koma við útrgeinaðum yvirliti yvir arbeiðsuppgávur hjá starvsfólkum á ALS. Fyrispurningurin er settur eftir grein 52 í tingskipanini, og hann skal svarast skrivliga Bæði í september og í oktober settu útvísingarnar met, tá ávikavist 763 og 824 útlendingar vórðu sendir av aftur landinum. Talan er um fólk, sum høvdu søkt um uppihaldsloyvi í Noreg. Møguleikarnir fyri at senda fólk av landinum, eru batnaðir munandi, tí nú er tryggari at senda fólk aftur til Afghanistan og til Nigeria, upplýsa norsku myndugleikarnir. Fleiri av teimum, sum nú verða send aftur úr Noregi, eru fyrr send heim, men tey eru ólógliga komin aftur til Noregs. Fleiri eru eisini, sum hava framt brotsverk, meðan tey hava verið í Noregi, og tey fáa ikki uppihaldsloyvi í landinum, upplýsa norsku myndugleikarnir. Danir, sum eru undir 52 ár, skulu rokna við at vera 68 ár, áðrenn teir fáa eftirløn. Stjórnin umhugsar at hækka pensjónsaldurin upp í 68 ár. Longu nú verður staðfest, at síðani avtalan varð gjørd í 2006, er livialdurin hækkaður nakað aftrat, og tí verður longu nú tosað um at hækka pensjónsaldurin upp í 68 ár. Danska Fíggjarmálaráðið almannakunngjørdi tøl í vár, sum vístu, at 50 milliardir krónur fara at resta í á fíggjarlógini, um einki verður gjørt. Fólkaflokkurin situr við róðrið í samgonguni. Tað heldur Edmund Joensen, fólkatingsmaður, sum finst at sínum egna flokki í nýggjari bók. Veljarafeløg hjá Sambands flokkinum, sum Sjónvarpið hevur tosað við, kenna seg ikki aftur í sjónarmiðjunum hjá Edmundi Joensen. Ein teirra, sum vísir atfinngunum aftur, er John William Joensen, formaður í Norðoya Sambandsfelag. Sambands flokkurin eigur stóran lut í fram brotunum á sosiala økinum, heldur hann. Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum, gjørdi í Degi og Viku í kvøld viðmerkingar til bókina hjá Edmundi Joensen Okkara maður á Christiansborg og atfinningar hansara ímóti Sambandsflokkinum, millum annað tí, sum Edmund skrivar, at tað er Fólkaflokkurin, sum hevur leiðsluna í samgonguni. Heimið til sálarsjúk Eystan Heyg í Havn er nógv seinkað, og tað hevur avleiðingar fyri búfólkini Psykiatriska deplinum, sum skulu flyta inn. Tað sigur Tórmóður Stórá, leiðandi yvirlækni á Psykiatriska deplinum. Í dag fyllir Tekniski skúlin í Tórshavn 80 ár. Fyri teir 300 næmingarnar og tey 80 starvsfólkini verður størsta broytingin, at skúlin um ikki so langa tíð skal flyta saman við Handilsskúlanum og Studentaskúlanum í Miðnámsskúladepilin í Marknagili. Talan er ikki um mismun, tá hárfríðkanar stovur krevja hægri prís fyri at klippa kvinnum enn monnum. Tað staðfesti Landsrætturin í dag. Eftir ætlan fer fyrsta byggistigið at kosta 8,4 milliónir krónur. Enn vanta umleið tríggjar milliónir krónur í til restina av útbyggingar ætlanini. Serlæknafelag Føroya vil hava nýggjan sáttmála við Heilsutrygd, tí galdandi sáttmáli er gamal og ótíðarhóskandi. Men gongur seint at fáa nýggjan sáttmála. Karsten Hansen, landsstýrismaður, boðaði sunnudagin fra, at hann ætlar sær at kanna útreiðslurnar til privata serlæknaviðgerð, og Jan Danielsen, stjóri á Heilsutrygd, sigur, at neyðugt er at broyta sáttmálan millum Serlæknafelagið og Heilsutrygd, so tað verður lættari at stýra útreiðslunum til privata serlæknaviðgerð. Serlæknafelagið fer nú at kanna møguleikarnar og umstøðurnar hjá serlæknunum, og hvussu útlendskir sáttmalar eru, og síðani fer felagið at gera eitt upplegg til ein sáttmála. Men aðrar átrokandi uppgávur hjá Heilsumálaráðnum hava gjørt, at hetta arbeiðið er seinkað, og tað fer ætlandi í gongd á vári 2015, upplýsir Heilsumálaráðið. Ætlanin er framvegis at gera ætlan um, hvørji serlæknaøki natúrliga eru partar av føroyska heilsuverkinum, hvussu tey skulu skipast, og hvørjar tænastur, heilsuverkið eigur at keypa uttanlands. Tann spurningin hevur Heilsumálaráðið fingið frá Fíggjarnevndini, nú fíggjarlógaruppskotið fyri 2015 er til viðgerðar. Fíggjarnevndin undrast á, at Apoteksverkið skal hava yvirskot. Hetta er í veruleikanum at áleggja kundunum hjá apoteksverkinum skatt, sigur Fíggjarnevndin, og hvar er lógarheimildin at krevja skatt. Heilsumálaráðið svarar, at nú landskassin hevur fíggjað stórar íløgur í føstu ognunum hjá Apoteksverkinum, verður tað mett rímiligt, at Apoteksverkið ber landskassanum hesar útreiðslur aftur við at hava avlop í rakstrinum. Yvirskotið í játtanini, 5,5 milliónir krónur næsta ár, kann tí fatast sum ein staðfesting av aðalregluni um, at Apoteksverkið játtanarliga skal hvíla í sær sjálvum sum frá líður. Viðvíkjandi spurninginum um, nær inntøkur fella undir skattahugtakið, verður víst til Fíggjarmálaráðið, sum er avvarðandi aðalráð fyri skattaøkið, svarar Heilsumálaráðið Fíggjarnevndini. Talan er einans um eina frágreiðing, sum er bíløgd av landsstýrismanninum við tí eina endamáli at sverta Strandferðsluna út, sigur Hans Petur Joensen um frágreiðingina frá Johan Dahl, sum løgmaður endurtók av tingsins røðarapalli týsdagin í síðstu viku. Hans Petur Joensen tvíheldur um, at fíggjarstýringin á Strandferðsluni var í lagi, men trupulleikin í staðin skal finnast í eini ov lítlari játtan til stovnin. Uppsjóvarskipið Christian í Grótinum liggur framvegis í Lerwick í Hetlandi, hagar skotska fiskiveiðieftirlitið gav skipinum boð um at fara seinnapartin sunnudagin, tá Christian í Grótinum annars var á veg heim úr bretskum sjógvi. Eyðun Rasmussen, reiðari, sigur, at fiskiveiðieftirlitið í Lerwick skal koma við einari frágreiðing nú klokkan níggju. Ta frágreiðingina fær ákæruvaldið, sum so á middegi í dag skal koma við einari fráboðan. Í samband við sendingina, vóru fleiri samrøður gjørdar. Fleiri av teimum vóru ikki brúktar í sendingini. Men hevur tú áhuga í hesum evnið, so kanst tú hoyra samrøðurnar, vit at trýsta á leinki niðanfyri. Gamli býlingurin úti á Reyni í Havn, sum er tann elsti parturin av høvuðsstaðnum, er eindømi í norðurlondum. Tí er tað ikki so løgið, at nógv ferðafólk vitja hendan hugnaliga býlingin. Kári Reynheim eldri sigur frá ymsum søgum úti á Reyni, millum annað tá dreingirnir í býlinginum fóru í kríggj móti dreingjum úr øðrum býarpørtum. Vit eru við, tá Birgar Johannesen heysar flaggið úti á Tinganesi, og saman við honum hvønn morgun er Jógvan á Dul, ið tekur myndir og leggur á netið. Ulla undir Kletti hevur alt lívið búð úti á Reyni, og hon býr framvegis í barnaheiminum. Hon trívist framvegis líka væl í hesum søguliga býlingi. Hjúnini Elin Holm og Jonhard Eliasen hava higartil arbeitt uppá húsini úti á Reyni í sløk 20 ár, men nú er ikki langt á mál. Sonurin, Eiri Holm, heldur, at krígssøgurnar hjá Kára Reynheim av Reyni eru áhugaverdar, men í dag eru eingi børn at spæla við har. Gunnar Hoydal legði lunnar undir serligu byggisamtyktina fyri Reyn, og sigur, at Reyn er nakað heilt serligt. Hann heldur at tað er umráðandi er, at býlingurin verður varðveittur sum ein livandi býlingur. Ikki sørt av dramatikki var um valevnislistarnar til grønlendska landstingsvalið, tá ivi varð sáddur, um flokkurin Inuit Ataqatigit hevur latið inn góðkendan valevnislista. Listin varð latin inn ásetta tíð, men trupulleikin var, at hann var ikki undirskrivaður. IA sigur, at flokkurin fekk skeiva vegleiðing frá Sermersoq Kommunu, og at tað er orsøkin til mistakið. Flokkurin læt listan inn á middegi fríggjadagin uttan undirskrift, tí tey høvdu fingið at vita frá Semersoq Kommunu, at tað var ikki neyðugt við undirskrift. Kommunan, sum er tann næststørsta í Grønlandi, hevur ásannað mistakið, og heitti á valnevndina um at góðkenna valevnislistan hjá IA. Sambært íslendska sjeff politiinspektørinum, Jónas F. Bjartmars, sendi norski herurn Íslandi í fjør summar 60 maskinbyrsur, og tær vórðu keyptar fyri marknaðarprís. Eitt av hjálparfólkunum hjá íslendska forsætisráðharranum, David Sigmund Gunnlaugsson, Jóhannes Tór Skúlason, hevur skrivað á Facebook, at maskinbyrsurnar eru gáva frá Noregi. Forsætisráðharrin skemtaði seinni við hesum eisini á Facebook, at summi mugu venja seg at skjóta fyrst, og spyrja seinni, serliga tá tað snýr seg um maskinbyrsur. Hetta kemur alt óvart á altingslimir. Tey hava onga kunning fingið um ætlaninar hjá íslendsku løgregluni um at bera slík vápn, og tí høvdu tey heldur ikki havt høvi at kjakast um spurningin. Ein Facebook vangamynd er nú stovnað, sum eitur Send byrsurnar aftur , og higartil hava meira enn 5.000 fólk dámað síðuna, skrivar Fr ttablaðið. Løgtingið fer í morgin at viðgera fleiri ríkislógartilmæli, sum hava til endamáls at herða reglurnar um fíggjarligt virksemi í Føroyum. Hetta verður gjørt í kjalavørrinum av búskaparkreppuni. Tá løgtingið hevur samtykt tey átta ríkislógartilmælini, er lógin um fíggjarligt virksemi dagførd til tað, sum var galdandi í Danmark nýggjársaftan 2013. Og sostatt fara føroysku peningastovnarnir at virka undir somu reglum, sum vóru galdandi fyri danskar peningastovnar 31. desember 2013, sigur Fíggjarmálaráðið. Sambært uppskotinum fær Fíggjareftirlitið møguleika at lata føroyskum eftirlitsmyndugleikum trúnaðarupplýsingar, sum teir hava fyri neyðini til tess at røkja sínar eftirlitsskyldur. Eisini eru herdar reglur til fíggingarfyritøkur at játta lán og trygdir til virki, har stjórar og nevndarlimir í fíggingarfyritøkuni eru stjóri ella nevndarlimur í virkinum. Tá fíggingarfyritøkur ætla at víðka virksemi sítt til lond, sum ikki hava avtalu við Føroyar ella ES, hava tær skyldu at boða Fíggjareftirlitinum frá. Eftirlitið fær á tann hátt eina heildarmynd av virkseminum há fíggingarfyritøkum bæði innanlands og uttanlands. Tað er ikki nógv sum bendir á, at Føroyar skulu fáa stig í Pireus í Grikkalandi fríggjakvøldið. Í veruleikanum talar alt ímóti tí. Tí er setningurin hjá grikkum so greiður, sum hann kann verða. Teir skulu hava trý stig í Pireus, og gjarna vinna við nógvum málum, tí støðan í bólkinum er sum hon er. Støðan í Bólki E 1. Norðurírland 9 stig 2. Rumenia 7 stig 3. Finnland 4 stig 4. Ungarn 4 stig 5. Grikkaland 1 stig 6. Føroyar 0 stig Ein sigur til Grikkaland gevur pengarnar 1.14 ferðir aftur, javnleikur 6.50, meðan ein sigur til Føroyar gevur pengarnar 15 ferðir aftur. Uppsjóvarskipið Christian í Grótinum liggur framvegis í Lerwick í Hetlandi, hagar skotska fiskiveiðieftirlitið gav skipinum boð um at fara seinnapartin sunnudagin, tá Christian í Grótinum annars var á veg heim úr bretskum sjógvi. Tað sigur løgmaður í aftursvari til fyrrverandi fíggjarleiðaran á Strandferðsluni, sum kennir seg hongdan út á tingsins røðarapalli. Aðrar røddir eru Torbjørn Mikkelsen, Vár Berghamar Jacobsen, Rannvá Gaard Fossaberg, Elin Dagbjartsdóttir Neshamar, Kári Sólstein, Sirið í Ólavstovu Davidsen, Rani Allanson Dalgsarð, Esben Jacobsen, Elsa Maria Magnusardóttir Olsen, Kjartan Hansen. Aðrar røddir eru Torbjørn Mikkelsen, Vár Berghamar Jacobsen, Rannvá Gaard Fossaberg, Elin Dagbjartsdóttir Neshamar, Kári Sólstein, Sirið í Ólavstovu Davidsen, Rani Allanson Dalgsarð, Esben Jacobsen, Elsa Maria Magnusardóttir Olsen, Kjartan Hansen. ÍSF, Ítróttarsamband Føroya, hevur biðið um 30,7 milliónir krónur úr landskassanum. Í umsókn, sum varð send Mentamálaráðnum í september, verður biðið um 20,7 milliónir krónur til raksturin í fíggjarlógini fyri 2015. Harafturat vil ÍSF hava landið at rinda tíggju milliónir til nýtt ÍSF hús. Mentamálaráðið hevur sett sjey milliónir krónur í fíggjarlógaruppskotið fyri 2015. ÍSF hevur biðið Fíggjarnevndina hjá løgtinginum, sum nú hevur fíggjarlógaruppskotið, um fund um umsóknina um góðar 30 milliónir krónur VIt eru noydd at taka onkur stig, men ikki ov ógvuslig stig. Tað ber ikki til, at húsaprísirnir halda fram við at hækka, samstundis sum lánini í bústøðunum hækka skjótt, sigur Martin Floren, í svenska tjóðbankanum við Reuters. Fíggjarkreppan rakti ikki so meint í Svøríki, sum hon gjørdi í Danmark, og tað er orsøkin til, at sviar nú stríðast við ovurhonds stóra bústaðarbløðru, sum hol kann koma á. Seinastu 20 árini eru prísirnir á bústøðum trífaldaðir, og Altjóða Valutagrunnurin, IMF, metir, at skuldin er 20 prosent hægri enn virðið. Sviar hava lært av ringum royndum. Í 1992 kom hol á eina líknandi bústaðarbløðru. Tá lækkaðu húsavirðini við tveimum triðingum, og svenska stjórnin noyddist at bjarga tveimum bankum. Fyri at steðga gongdini í Svøríki mæla fleiri serfrøðingar til at lækka rentufrádráttin, ella at hækka ognarskattin, men tí hevur stjórnin víst aftur. Vit ganga ikki við til at seta tiltøk í verk, sum kunnu gera, at fólk verða noydd at rýma frá húsi og heimi, sigur ráðharrin fyri fíggjarmarknaðin, Per Bolund, við Reuters. Størsti trupulleikin er í høvuðsstaðnum Stokkhólmi, har bústaðarbyggingin ikki hevur megnað at fylgt við eftirspurninginum í mong ár. Løgtingið hevur longu brúkt nógv tað mesta av pengunum, sum løgtingsformaðurin hevur biðið løgtingið um í eykajáttan til at kanna løgmann og fyrrverandi landsstýrismannin í innlendismálaráðnum. Okkurt um 2,6 milliónir krónur eru longu brúktar, áðrenn løgtingið hevur játtað pengarnar. Uppskotið um eykajáttan er nú í Fíggjarnevndini. Tí eru pengarnir til hennara burturspiltir. Og tað ber ikki til, at ein slík kanning kann setast í verk, uttan at løgtingið sleppur at taka støðu. Landsstýrismálanevndin er ein bastardur í skipanini, segði Bill Justinussen, limur í samgonguni og í Fíggjarnevndini, tá løgtingið viðgjørdi eykajáttanina, sum løgtingsformaðurin hevur biðið um. Reiðaríið hjá Christiani í Grótinum skal veita trygd fyri 20.000 pundum, góðum 200.000 krónur, áðrenn uppsjóvarskipið, Christian í Grótinum, kann loysa frá bryggju í Lerwick. Fiskiveiðueftirlitið gav skipinum boð um at fara inn til Lerwick seinnapartin sunnudagin, tá Christian í Grótinum var á veg heim úr bretskum sjógvi til Føroya. Sáttmálin sigur millum annað, at øll børn hava rætt til eitt gott lív, børn hava rætt til verju fyri øllum sløgum av misnýtslu, børn hava rætt til egna trúgv osfr. Gestir eru Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, og Djóni Eidesgaard, aðalskrivari hjá Barnabata. Liljan Weihe er vertur. Fornminnissavnið mælir frá, at Tórshavnar Havn fær loyvi til stóru havnarútbyggingina framman fyri Skansan. Tað sæst í einum hoyringarskrivi frá Fornminnissavninum, sum Kringvarpið hevur fingið innlit í. Fleiri borgarar, sum búgva í miðbýnum og tætt við havnarlagið, eru ónøgdir við havnarútbyggingina á eystaru vág í Havn. Høvuðsatfinningarnar eru, at Skansin, ið er Føroya elsta krígsfornminni, verður innibyrgdur, og at ein stór bingjuhavn fer at misprýða innsiglingina til Havnina. Nýggja atlasið verður lagt fram í Norðurlandahúsinum leygardagin 22. novembur. Nám, sum gevur út, hevur eisini latið gera fleiri kort at heingja upp á veggin umframt kort í talgildum formi. Jóna greiðir millum mangt annað frá síni yrkisleið og mongu fjølbroyttu royndum sum dansari og koreograf, umframt síni útbúgving sum bachelor innan altjóða politikk. Jóna er eisini mamma at tvey ára gomlum tvíburðum og umframt at vera knýtt at skiftandi verkætlanum, starvast hon hálva tíð fyri fimleikafelagið Ljósið í Tórshavn. Millum íløgurnar, sum ikki brúka allar pengarnar í ár, eru bústovnar hjá Almannamálaráðnum, har vera 20 milliónir av góðum 70 milliónum eftir, og hjá Landssjúkrahúsinum leypa 19 milliónir av í ár. Hin svaki professarin. Hjørdis Heindriksdóttir týddi til føroyskt. Finnur Hansen setti saman. Elin á R gvi leggur til rættis. Finnur Koba sigur frá. Aðrar røddir eru Torbjørn Mikkelsen, Vár Berghamar Jacobsen, Rannvá Gaard Fossaberg, Elin Dagbjartsdóttir Neshamar, Kári Sólstein, Sirið í Ólavstovu Davidsen, Rani Allanson Dalgsarð, Esben Jacobsen, Elsa Maria Magnusardóttir Olsen, Kjartan Hansen. Føroya Fólkaháskúli hevði fingið dupult so nógvar pengar úr landskassanum, um játtanin var prístalsviðgjørd á hvørjum ári síðani 1985. Í fíggjarlógini fyri 2014 fær Háskúlin 2,3 milliónir krónur til rakstur. Tað eru bara 600.000 krónur meira enn í 1985. Men var játtanin prístalsviðgjørd, hevði skúlin fingið 4,7 milliónir krónur í ár. Tað upplýsir Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, í svari til Gunvør Balle, løgtingskvinnu, sum spurdi um fíggjarligu viðurskiftini hjá Háskúlanum. Landsstýrismaðurin sigur, at játtanin í fíggjarlógini verður latin við støði í fíggjarætlan og undirvísingarætlan, sum skúlin á hvørjum ári sendir Mentamálaráðnum at góðkenna. Játtanin er lutað sundur í rakstrarstuðul til skúlan og næmingastuðul. Bjørn Kalsø sigur harafturat í svarinum, at leiðslan fyri Føroya Fólkaháskúla vendi sær til Mentamálaráðið fyri at fáa støðumeting, sum sigur, hvørjum standi bygningar hjá skúlanum eru í. Mentamálaráðið bað Landsverk gera støðumeting. Hon var liðug fyri tveimum vikum síðani. Sambært lóg, rindar Mentamálaráðið 70 prosent til slíkar umvælingar sum hesa. Tað fer at kosta landinum 9,5 milliónir, og sjálvsognarstovnurin Føroya Fólkaháskúli skal finna 4,1 milliónirkrónur Vil Háskúlin fara undir at umvæla bygningarnar, má hetta takast við í raðfestingar, sum Mentamálaráðið skal gera á langtíðar løgujáttanini hjá landinum. Mentamálaráðið hevur júst havt fund við nýggja háskúlastjóran og stjórnina fyri skúlan. Partarnir fara nú at umrøða, hvussu berast skal at í sambandi við umvælingarnar, sigur Bjørn Kalsø í svarinum til Gunvør Balle. Uppskotið hjá Fíggjarmálaráðnum um pengar til rakstur í fíggjarlógini fyri 2015 er 8,2 milliónir krónur størri enn játtanarkarmurin sigur. Millum annað standa fimm millónir krónur til P f Skálafjarðar og Sandoyartunnilin sum íløga í játtanarkarminum, men tær eru vorðnar rakstur í fíggjarlógaruppskotinum. Sambært Fíggjarmálarðaðnum eru játtanarkarmarnir eitt langtíðarpolitiskt ætlanaramboð, har ætlaða gongdin í og stýringin av landshúsarhaldinum komandi fimm árini verður lýst. Landsstýrið hevur tó lagt seg eftir at hava betri úrslit enn í játtanarkørmunum, sigur Fíggjarmálaráðið í svari til Fíggjarnevndina hjá løgtinginum. Ætlanin var at gera greining í ár, sum skuldi vera grundarlagið undir at útveita almennar tænastur fyri at spara landskassanum pengar. Men greiningin er ikki liðug, og tí hevur Fíggjarmálaráðið ikki tikið fimm milliónir krónur í sparingum við í fíggjarlógaruppskotið fyri 2015. Sparingin er útsett til 2016. Fundir hava verið við feløg, stovnar og einstaklingar, sum dagliga skipa fyri og mynda mentanarliga virksemið og frálæruna í kommununi. Nú vil Mentanarnevndin vita, hvat fólkið í kommununi heldur. Ítøkiligt mál hjá Mentanarnevndini er at brúka tíggju prosent av fíggjarætlanini hjá kommununi til mentan og frítíð, hálvt annað prosentstig meira enn nú. Landsstýrismálanevndin gjørdi einki fyri at kanna, hvat tað fór at kosta at seta ein kanningarstjóra. Nevndin hevði tó fingið upplýst, at kanningar av slíkum slag høvdu kostað umleið eina millión. Uppgávan hjá landsstýrismálanevndini er at hava eftirlit við landsstýrinum, og henda kanningin vísir, at tað kostar at hava eitt ábyrgdarleyst stýri, sigur Sirið Stenberg, sum vísir aftur, at landsstýrismálanevnini hevur eina fíggjarliga ábyrgd, í sambandi við rokningina frá kanningarstjóranum. Støðan í bólki E gg ggg gdfgdfgdfg dfgdfgd dfgdfg dfgfdf rttt rtrttt rrtrtrt rtertertt rtertertert erterter rtertert ertertt rtr rrr Enn er eingin ákæra reist ímóti skiparanum á uppsjóvarskipinum, Christiani í Grótinum, sum í góð tvey samdøgur lá í Lerwick í Hetlandi. Christian í Grótinum er nú á veg til Føroya, og í dag verður kannað, um tey 300 tonsini av feskum makreli, sum eru í tangunum, kunnu seljast til matna, ella um tey mugu fara til ídnað. Shetland News skrivar í kvøld, at skiparin á Christiani í Grótinum, Páll Klein Rasmussen, er ákærdur fyri brot á tvær ES reglur. Onnur er um kemiska viðgerð av fiskinum, og hin er um, at fiskurin ikki verður frystur, so skjótt sum hann er skildur. Hon gjørdi vart við seg, tá løgmaður undir viðgerðini av misálitinum á Johan Dahl, landsstýrismann, nevndi fíggjarligu stýringina á Strandfaraskipum Landsins. Eg sá ivaleyst út til at hava eitt gott lív, tí vit manglaðu einki, ótu úti á matstovun hvønn dag og høvdu fleiri bilar. Men innast inni var eg ongantíð glaður. Tað dugi eg at síggja nú. Eg angri nógv av tí, eg havi gjørt, men royni samstundis bara at góðtaka, at soleiðis er mín veruleiki nú einaferð, sigur Remy av Kamarinum. Í skjótt 12 ár hevur hann kunnað kallað seg fyrrverandi rúsevnismisnýtara. Tað eru i ár liðin 130 ár síðan sluppin Westward Ho var smíðað í Grimsbey. Í hesum sambandi var Góðan Morgun Føroyar umborð á sluppini. Vit tosaðu við Jens Marius Poulsen og Egil Simonsen Teir sjey, sum vóru í Skálavík, eru, umframt Jacob Vestergaard, Jørgen Niclasen og Jákup Mikkelsen fyri Fólkaflokkin, Kaj Leo Holm Johannesen, Alfred Olsen og Johan Dahl fyri Sambandsflokkin og Bill Justinussen fyri Miðflokkin. Jenis av Rana plagar eisini at vera við á fundunum um fiskivinnunýskipanina, men hann var burturstaddur hesaferð. Byggifyritøkan Børkin í Havn,er farin á húsagang. Fyritøkan hevur eitt ár á baki, og tað vóru Træsmiðjan og Bygningssnikkaravirkið, sum løgdu saman, og róptu seg Børkin. At Børkin er farin á húsagang, rakar millum annað umvælingararbeiðið av skjótt 85 ára gomlu kirkjuni í Hósvík. Umvælingararbeiðið varð mett at kosta 4,8 milliónir krónur. Tað sigur formaðurin í Borðtennisfelagnum Tór í Havn, nú býráðið hevur flutt fimm milliónir krónur, sum settar vórðu av til at byggja nýggj høli til borðtennis og judo í høvuðsstaðnum, til aðra verkætlan. Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, nú býráðið hevur flutt fimm milliónir krónur, sum vóru játtaðar til nýggja ítróttarhøll, til nýggjan fótbóltsvøll í Hoyvík í staðin. Tey 1.528 fólkini, sum higartil í ár eru farin úr Arbeiðsloysisskipanini, steðgaðu í miðal í 228 dagar í skipanini. Tað merkir, at tey í miðal hava steðgað okkurt um ein mánað styttri í skipanini enn tey, sum fóru úr skipanini undanfarnu tvey árini, upplýsir ALS. Vaksandi arbeiðsloysið frá 2009 til 2013 gjørdi, at arbeiðstøk vóru longur og longur í Arbeiðsloysisskipanini. Í fjør vóru tey í miðal 253 dagar í ALS, áðrenn tey fóru úr skipanini aftur. Arbeiðsloysið er metlágt nú, men ALS hevur eisini gjørt nógv fyri at fáa fólk í arbeiði. Seinasta hálva árið eru yvir 200 fólk farin fyrr til arbeiðis aftur enn tey annars høvdu farið, sigur ALS. Karsten Hansen, landsstýrismaður, hevur boðað frá, at hann ætlar at kanna útreiðslurnar til viðgerð, sum serlæknar veita privat eftir arbeiðstíð. Enn eru tó 2.000 løntakarar færri í Føroyum, enn tað vóru undan kreppuni í 2008. Í apríl 2008 vóru 26.038 løntakarar, og tað er tað mesta síðani 1985, vísa tølini hjá Hagstovuni. Hanna Jensen er forkvinna í mentanarnevndini hjá Eysturkommunu, og hon heldur, at tað hevur stóran týdning at stuðla øllum sløgum av mentan í einari kommunu. IEA vil vera við, at fer prísurin ov langt niður, so fer støðan at gerast torfør í árunum sum koma, tí alt ov lítið av olju verður at fáa. IEA hevur roknað út, at í 2040 verður tørvur á 104 milliónum tunnum av olju um dagin. Nú er tørvurin 90 milliónir tunnur um dagin. Størsta orsøkin til, at oljuprísurin lækkar, er, at USA støðugt økir sín part av skiferolju, og tí ikki innflytur so nógva olju longur. Altjóða orkustovnurin sigur, at neyðugt er við íløgum fyri 900 milliardir dollarar í oljuvinnuna um árið, um nóg mikið av olju skal kunna keypast um 20 ár. Royndin eydnaðist væl, og bæði flogfeløgini siga seg verða sinnað at nýta so nógv av plantuolju sum brennievni, sum tey kunnu í framtíðini. Men tað er lættari sagt enn gjørt, tí plantuoljan til flogfør er væl dýrari enn vanliga oljan, og tí skulu stór tøk takast, áðrenn tað verður gerandiskostur, at flogfør av álvara fara at nýta plantuolju sum brennievni. Tøknin er fingin til vega, og flogførini kunnu nýta plantuolju sum brennievni, men neyðugt er at tann parturin verður munandi bíligari enn í dag, um verulig gongd skal koma á royndirnar. Skal plantuolja nýtast sum brennievni í flogførum, er neyðugt at politisk stig verða tikin til at fáa flogførini at nýta plantuolju. Í gjár fleyg flogfarið hjá SAS við gamlari amerikanskari matolju, sum var 48 prosent av brennievninum. Flogfarið fleyg úr Tróndheimi til Oslo. Leiðandi embætisfólk í grønlendsku landsfyrisitingini royndu fleiri ferðir at fáa fyrrverandi landsstýrisforkvinnuna, Alequ Hammond, at gjalda landskassanum tað, sum hon skyldaði. Og longu í januar ávaraðu tey hana ímóti at brúka almennar pengar til privat endamál. Tað siga trý embætisfólk í eini frágreiðing um málið, sum endaði við, at Aleqa Hammond noyddist at leggja frá sær sum forkvinna í landsstýrinum og forkvinna í Siumut, skrivar grønlendska blaðið Senitsiaq. Eg gjørdi hana fleiri ferðir varuga við, frá januar til september í ár, at tað kann ikki góðtakast, at almennur peningur, sum er nýttur til privat endamál, ikki verður goldin aftur, sigur leiðarin í búskapar og starvsfólkastýrinum, Lars Dencker, í síni frágreiðing. Fyrst í oktober avgjørdi Aleqa Hammond at leggja frá sær, eftir at tað var komið undan kavi, at hon hevði nýtt meiri enn 100.000 krónur úr grønlendska landskassanum til privat endamál. Peningurin var millum annað nýttur til flogferðaseðlar og hotelgistingar. Val verður til grønlendska landstingið 28. november. Valið verður í ótíð, tí samgongan, sum bara hevði sitið í hálvtannað ár, skrædnaði og val varð útskrivað, tá tað kom fram, at landstýrisforkvinnan, Aleqa Hammond úr Siumut hevði brúkt landskassan sum privatan kassakreditt. Gølan endaði tó ikki har, tí mitt undir valstríðnum ber Grønlandsposturin tíðindi um, at trý onnur landsstýrisfólk í fráfarna landsstýrinum eisini hava gjørt tað sama. Og tingformaðurin, fyrrverandi formaðurin í Siumit, Lars Emil Johansen, vil ikki leggja kanning hjá Deloitte fram fyri almenningin fyrr enn eftir valið. Nevndin sigur, at Jørgen Niclasen heldur eigur at gera langtiðarætlan og semju við allar flokkar á tingi um, hvussu rentustuðulin skal vera í framtíðini. Fíggjarnevndin sigur eisini, at rentustuðulin hevur stóra ávirkan á bústaðarmarknaðin og fíggjarmarknaðin í Føroyum. Hann ávirkar virðið á bústøðum og útlánini. Harafturat fer broyting í rentustuðlinum at ávirka stóran part av føroysku húsarhaldunum, serliga tey, sum nýliga hava tikið lán fyri at keypa hús. Fíggjarmálaráðið vil hava rentustuðilin, sum er 35 prosent í ár, niður í 34 prosent næsta ár, og so líðandi niður í 30 prosent í 2019. Landskassin sparir hálva triðju millión krónur fyri hvørt prosentið. Tí verður sparingin 12,5 milliónir krónur í 2019. Sambært útrokningum hjá Fíggjarmálaráðnum missa fólk úr 17 upp í 96 krónur í rentustuðli um mánaðin tey fimm árini, um uppskotið verður samtykt. Sjúkrahúsini hava ikki starvsfólkaorku til at veita viðgerðir, sum møguliga kunnu fíggjast við brúkaragjøldum, tí stórt trot er á serlæknum. Sigurð Ó Vang, stjóri á Landssjúkrahúsinum, hevur sagt, at tað kann verða neyðugt við fleiri brúkaragjøldum, til tess at stýra vaksandi útreiðslum til serlæknar. Edmund Joensen, fólkatingslimur fyri Sambandsflokkin, ætlar sær at atkvøða fyri einum uppskoti, sum noyðir danska kringvarpið at varðveita orkestrið Kristian Sofus í Lambanum, sum stovnaði smápartafelagið Sílnet, eigur nú tíggju prosent av felagnum. Hann heldur fram í stjórastarvi í fyritøkuni. Hampiðjan selur nógva útgerð til føroysku uppsjóvarskipini, bæði trol og veirar. Samstundis er partapeningurin í Sílneti hækkaður seks milliónir krónur, Hampiðjan og Varðin seta tríggjar milliónir hvør í felagið, sum tey hava keypt. Sílnet ger trol og nótir. Felagið varð stovnað fyri 12 árum síðani. Tað var fyrst í Gøtu, men er nú í Klaksvík. Fyri stuttum flutti fyritøkan í 1900 fermetra stóra høll í Klaksvík. Teir fýra flokkarnir, Framsókn, Javnaðarflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og Tjóðveldi vilja hava tingskipanina broytta, so tey, sum leggja fram uppskot, fáa fimm minuttir til at greiða frá uppskotinum, áðrenn framsøgufólkini fáa orðið, tá mál hevur fyrstu viðgerð. Teksturin í uppskotum er minni enn so altíð so greiður, at hann einsamallur er nóg gott grundarlag undir sakligari viðgerð og støðutakan. Og so leggja andtøðuflokkarnir afturat, at serliga er hetta galdandi, tá løgmaður ella landsstýrisfólk leggja uppskot fyri løgtingið, tí landsstýrisfólkið ikki fær orðið fyrr enn eftir, at framsøgufólkini hjá øllum flokkum hava havt orðið. Hin møguleikin er at krevja hægri gjald frá næmingunum, tí gjaldið er lágt, men eisini tað, sum gera skúlan kappingarføran, sambært forkvinnuni. . Føroya Fólkaháskúli hevði fingið dupult so nógvar pengar úr landskassanum, um játtanin var prístalsviðgjørd á hvørjum ári síðani 1985. Í fíggjarlógini fyri 2014 fær Háskúlin 2,3 milliónir krónur til rakstur. Tað eru bara 600.000 krónur meira enn í 1985. Men var játtanin prístalsviðgjørd, hevði skúlin fingið 4,7 milliónir krónur í ár. Bjørn Kalsø, landsstýrismaður sigur, at játtanin, sum Háskúlin fær til rakstur í fíggjarlógini, verður latin við støði í fíggjarætlan og undirvísingarætlan, sum skúlin á hvørjum ári sendir Mentamálaráðnum at góðkenna. Skúlin hevur tó øll árini biðið um nakrar hundrað túsund krónur meira enn hann hevur fingið. Landsstýrismaðurin í mentamálum og embætisfólk í Mentamálaráðnum vóru á fundi á Háskúlanum í síðstu viku, har millum annað fíggjarligu viðurskiftini hjá skúlanum vórðu umrødd. Í tíggju ár hevur rúmdarfarið Rosetta verið á veg til halastjørnuna. Umborð á Rosetta var eitt lítið rúmdarfar, Philae, sum er á stødd við eina vaskimaskinu, og seinnapartin í gjár lendi lítla farið á halastjørnuni. Eftir ætlan skal Philae vera á gongustjørnuni í eitt ár ella so. Lítla farið skal senda upplýsingar á jørðina, sum eru nógv betri enn frammanundan. Í niðurstøðuni stendur, at tá maskinmeistarin kom niður í maskinrúmið, eftir at alarmurin fór í gongd, stóðu ventilarnir undir í sjógvi. Ikki bar til at steingja botnventilarnar, tí sjógvur fossaði inn í maskinrúmið framman í bakborð, og ikki var møguligt at koma fram at ventilunum fyri sjógvi. Skipasmiðjan Mest kannaði sjófiltrið, beint áðrenn Gullberg fór til fiskiskap hendan seinasta túrin. Meistarin bað um at fáa sjófiltrið kannað, tí hann helt, at tað sveittaði og tað kundi týða upp á tering. Botnventilarnir kundu bara steingjast við sjálvan ventilin. Men tað kann tó ikki staðfestast at vera orsøkin til sjálvt óhappið, men ein óheppin avleiðing, tí ikki var møguligt at avmarka lekan ella steðga honum. Vrakið av Gullbergi liggur á 1200 metra dýpi, so ikki ber til at kanna, um hol var komið í skrokkin, ella skrokkurin var skrædnaður. Heldur ikki ber til at fáa vissu fyri, um trupulleikar vóru við sjófiltrinum ella botnventilum. Rakel Helmsdal valdi tríggjar aðrar søgur sum hon helt vóru so góðar at tær kunnu lesast upp í morgunsendingini. Tey sum hava skrivað eru Gulla Øregaard, Simona Midjord og Poula Eyðbjørnsdóttir. Fyrimunir kunnu vera við brukaragjøldum, og vit eiga at kjakast um, hvat almenna heilsuverkið skal rinda fyri, og hvat tú sjálvur skal rinda fyri. 194 fólk stilla upp til landstingsvalið í Grønlandi 28. november. Teir seks flokkarnir stilla upp 192 valevnini, og tvey valevni eru á einum uttanflokkalista. 31 valevni stilla upp fyri Attasut, Demokatarnir hava 14, IA 41, Parti Inuit hevur 12 valevni, og nýggjasti flokkurin, Parti Nalerad, hevur 33 valevni. Á listanum hjá Siumut eru 57 vaelvni. Millum teirra, sum ikki stilla upp til landstingsvalið hesaferð, eru Aleqa Hammond, fyrrverandi landsstýrisforkvinna í Siumut, og Kuupik Kleist, fyrrverandi landsstýrisformaður í IA. Ein fíggjarlig gøla rakti bæði tvey, tí tey skyldaðu landskassanum pening. Lítla rúmdarfarið Philae loysti í gjár frá móðurskipinum Rosetta, og byrjaði ferðina niður á halastjørnuni 67P Churyumov Gerasimenko. Upplýsingar, sum komu frá Philae í nátt, vísa at rúmdarfarið lendi ikki heilt sum ætlað. Tað gjørdi eini tvey lop, áðrenn tað setti seg. Rúmdarfarið skuldi eisini skjóta tvær harpunir niður á halastjørnuni, men tær virkaðu ikki. Men Philae stendur á halastjørnuni. Enn er ikki greitt, um rúmdarfarið stendur í vatur ella hellir eitt sindur. Hellir tað, kann tað ávirka sólpanelini soleiðis, at rúmdarfarið ikki fær nóg nógva sólarorku at virka. Lasse Spang Olsen, danskur stuntmaður, var illa sjúkur og tað stóð um lív. Tá kom hann í eina tilveruliga kreppu. Hóast Lasse sigur seg vera gudloysing, so valdi hann at lata seg krossfesta á Filipsoyggjunum. Upplivingin varð heilt serstøk, tí hann sigur at har var nakað , sum hann ikki visti var til. Komandi ár ætlar hann sær enn einaferð at verða krossfestan. Makrelurin í tangunum hjá Christiani í Grótinum fór til matna og ikki til ídnað, hóast skipið var seinkað nakrar dagar av fiskileið, tí skotska fiskiveiðieftirlitið tók tað. Fyrrverandi fíggjarleiðarin á Strandferðsluni vísir staðiliga aftur øll viðurskifti, sum liggja til grund fyri, at hann skuldi sigast úr starvi. Ætlanarskrivið um uppsøgn er eitt karaktermorð av mær, bílagt úr Vinnumálaráðnum. Tí noyðist eg at verja meg móti ákærunum, sigur Hans Petur Joensen. Vit viðgera í løtuni innlitsumbønir um ætlanarskrivið, og vit savna eisini skjølini í málinum. Eg vil i ikki at gera viðmerkingar til málið, áðrenn tað arbeiðið er liðugt, sigur Hilmar Eliasen. Fríggjadagin í næstu viku taka Føroyar, ES og Noreg upp aftur samráðingarnar um makrelin, sum endaðu úrslitaleysar í London 24.oktober. Ísland er ikki boðið við á fundin, sum verður í Bergen. Ísland var ikki við í fimm ára semjuni, sum hini trý strandarlondini gjørdu á grækarismessu í ár. 15. og 16.desember fara strandarlondini at samráðast um svartkjaft og 17. og 18.desember um norðhavssild. Tær samráðingarnar vera í London. Týsdagin fer Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, at ráðføra seg við Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum um svartkjaftabýtið í 2015 og árini eftir tað. Formula, ið Fróði Magnussen er stjóri á, hevur júst gjørt ein av størstu sáttmálunum nakrantíð um at veita frameiðsluútgerðina til nýggja laksavirkið hjá Bakkafrost á Glyvrum saman við íslendsku samstarvsfeløgunum Marel og Samey. Formula setur samstundis umsetningsmet í ár upp á umleið 100 milliónir Leivur Hansen er vertur í sendingini Vinnulívsgesturin, ið tú kanst hoyra her. Aðrar røddir eru Torbjørn Mikkelsen, Vár Berghamar Jacobsen, Rannvá Gaard Fossaberg, Elin Dagbjartsdóttir Neshamar, Kári Sólstein, Sirið í Ólavstovu Davidsen, Rani Allanson Dalgsarð, Esben Jacobsen, Elsa Maria Magnusardóttir Olsen, Kjartan Hansen. Aðrar røddir eru Torbjørn Mikkelsen, Vár Berghamar Jacobsen, Rannvá Gaard Fossaberg, Elin Dagbjartsdóttir Neshamar, Kári Sólstein, Sirið í Ólavstovu Davidsen, Rani Allanson Dalgsarð, Esben Jacobsen, Elsa Maria Magnusardóttir Olsen, Kjartan Hansen. Í farnu viku kom fram, at tað var í hansara stjórnartíð, at Luxemburg gjørdi avtalur við fleiri hundrað stór feløg, sum hava virksemi um allan heimin. Avtalurnar hava gjørt, at stóru feløgini sluppu undan at rinda milliardir krónur í skatti, og Juncker skal hava hjálpt feløgunum við avtalunum. Nøvn sum Pepsi, IKEA og Deutche Bank eru millum feløgini, sum skulu hava fingið avtalu um skattalætta, kom fram í 28.000 skjølum, sum vórðu latin amerikanskum tíðindafólkum. Seinastu fýra árini, sum Jean Claude Juncker var forsætisráðharri í Luxemburg, var hann eisini fíggjarmálaráðharri, og tí eru atfinningarnar ímóti honum sera hvassar. Í dag kom Juncker sjálvur á tíðindafund ,sum ES nevndin javnan heldur, og har tók hann ábyrgdina av tí ,sum hendi í sínari tíð sum forsætis og fíggjarmálaráðharri. Juncker varð millum annað spurdur, um hann sjálvur kundi standa á odda fyri eini kanningarnevnd, sum skal kanna skattaviðurskiftini, tá hann sjálvur hevði ábyrgdina av tí sum fór fram. Tí spurninginum svaraði hann ikki. Støðan hjá nýggja ES nevndarformanninum verður ikki betri av, at myndugleikarnir í Luxemburg vísa aftur, at nakað ólógligt er farið fram. Nú verður bíðað í spenningi eftir, hvat úrslitið av fundinum millum OPEC londini verður. Hesin fundurin verður seinast í november. 12 tey størstu oljulondini í heiminum eru limir í OPEC, og tey kunnu steðga lækkingini í oljuprísinum, um tey semjast um at minka søluna. Roknað varð annars við, at OPEC londini fóru at minka oljusøluna, men tað er ikki hent enn, og tí verður fundurin 27. november avgerandi fyri prísin. Eitt av stóru oljulondunum er Saudiarabia. Oljuráðharrin í landinum, Ali al Naimi sigur, at oljupolitikkurin er ikki broyttur seinastu 10 árini, og hann verður ikki broyttur. Nógva skifer oljan, sum serliga USA hevur lagt seg eftir at fáa upp, er størsta orsøkin til at oljuprísurin lækkar, siga eygleiðarar. Vit hoyra vísurnar Blankans rímu, Falkarímuna, Ole Morske og Smeden fra Christianshavn. Eisini hoyra vit brot úr Stærke Tidrik, Brestiskvæðnum, Brúsajøkili, Regin Smiði og Gongurólvskvæðnum. Ein lurtari hevur illgruna um, at ein starvsfelagi stjelur frá arbeiðsplássinum og vil hava góð ráð frá Also panelinum. Tey viðurkenna truplu støðuna, men mæla avgjørt til at fara til stjóran við hesi vitanini. Ein annar lurtari nevnir nøkur dømi um at koma ov seint og vil hava gestirnar í Also at viðgera evnið, ein triði lurtari sigur seg sakna vitjan av presti, tá sorgin kemur á gátt og so er ein lurtari, sum eftirlýsir tignina í løgtinginum. Havnar Arbeiðskvinnufelag fer at gevast at gjalda limum sínum 100.000 krónur í lokagjaldi, tá farið verður frá fyri aldur. Avgerðin hevur við sær, at sera stórur munur verður á bankabókunum hjá eldru limunum. Seinnpartin sendi Havnar Arbeiðskvinnufelag í bráðskundi út kunningarskriv um málið. Í skrivinum verður kortini einki nevnt um ónøgd millum limirnar, nú summir teirra missa lokaupphæddina. Ákæruvaldið bað í 2011 Føroya rætt um beinan vegin at fongsla dømda mannin, sum hevði gjørt seg inn á fýra gentur kynsliga. Men Føroya Rættur vildi ikki varðhaldsfongsla mannin, meðan bíðað varð eftir úrskurðinum hjá Landsrættinum. Málið er nú endað sum fyrispurningur í løgtiningum. Hilda Viderø, ráðgevi, arbeiðir og hevur í fleiri ár arbeitt við børnum, sum hava verið fyri kynsligum ágangi. Hilda segði, tá hon var gestur í Degi og Viku í kvøld, at revsingin fyri at gera seg inn á børn kynsliga eigur at verða herd munandi. Fíggjarnevndin er ósamd við landsstýrismannin í fíggjarmálum um rentustuðulin til sethúsalán. Fíggjarnevndin mælir tinginum frá at samtykkja uppskotið og gongur sostatt enn einaferð ímóti ynskinum hjá landsstýrismanninum. So má fíggjarnevndin vísa á, hvar sparingin skal finnast, sigur Jørgen Niclasen. Nýggja lagið hjá Steso kallast Kav, og nógvir føroyskir tónleikarar eru at hoyra á lagnum. Umframt Hergeir Staksberg, Líggjas Olsen og Unn Kragesteen, eru Rebekka Petersen, Oktobus, Døgg Nónsgjógv, Rólant av Reyni, Unn Paturson og Lisa í Dali at hoyra á lagnum. Sambært galdandi lóg kunnu fólk mótrokna rentur av lánum, sum tey taka til at keypa partabrøv ella virðisbrøv, í skatti av kapitalvinningi, so sum skatti av rentuinntøkum. Úrslitið er minni skattur av kapitalvinninginum. Kristina Háfoss, løgtingskvinna, sum legði fram uppskotið í gjár, sigur, at lógin eggjar fólki til at læna pengar at keypa partabrøv fyri. Men nógv eru komin í fíggjarligt óføri av tí. Virðið á partabrøvum er minkað ella horvið. Og eftir standa fólk við sínum lánum. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur upplýst, at bara í 2006 og 2007 læntu fólk 200 milliónir krónur til at keypa virðisbrøv ella partabrøv fyri eftir regluni, sum tá var nýggj, um mótrokning av rentum av lánum í kapitalvinningi. Tjóðveldi sigur, at verandi skipan elvir eisini til sosialan ójavna. Tí bara er møguligt at mótrokna rentur av lánum, sum eru tikin til at keypa virðisbrøv. Tey, sum fáa fyrimun av hesum, fáa eisini óbeinleiðis stuðul til egna nýtslu. Men hesin skattafyrimunur er ikki givin øðrum, sum hava brúk fyri at læna pengar til neyðugt virksemi ella neyðuga nýtslu, sigur Tjóðveldi. Sambært uppskotinum hjá Tjóðveldi skal lógarbroytingin, sum flokkurin skjýtur upp, tó ikki vera galdandi fyri rentur av lánum, sum eru tikin fyri 1.februar 2015. Bakkafrost hevur sett Gunnar Nielsen í starvið sum fíggjarstjóri, starvið, sum gjørdist leyst, tá Teitur Samuelsen segði upp, tí hann gjørdist stjóri í P f Eystur og Sandoyartunlum. Hann var hjá Grannskoðaravirkinum Inpact í tveimum umførum, frá 1999 til 2006 og frá 2008 til 2011. Árnini 2006 til 2008 var Gunnar Nielsen fíggjarligur ráðgevi í BankNordik. Føroyar vunnu í gjár tvey gull og eitt silvurheiðursmerki í kappingini, Nordic Artisan Food Championship, sum varð hildin í Íslandi. Jóhanna Maria Isaksen vann gull í bólkinum Ber, frukt og grønmeti . Hon fekk gull fyri mjaðurtar siropp. Jóhanna Maria Isaksen vann eisini silvur í saman bólki, og tað var fyri rabarbusaft. Granskingarsetrið iNova skipaði fyri ferðini til Íslands, og Janus Vang, stjóri, sigur í tíðindaskrivi, at føroysku luttakararnir hava allir samstarvað við granskingarlundina, iNova, at menna sínar vørur. Og tað ætlaði landið sær eisini í 2007 og 2008. Men enn hevur landið ikki kunnað bókað hesar pengar sum inntøku, tí oljutangarnir eru ikki seldir enn. P F Effo hevur leigað oljutangarnar hjá landinum í Sørvági og í Søldafirði síðan seinast í 40 árunum. Felagið hevur hildið tangarnar viðlíka og dagført teir so hvørt. Landið hevur ongar útreiðslur havt av leigumálinum. Árini 2006, 2007 og 2008 gav løgtingið landsstýrinum loyvi at selja tangarnar fyri tíggju milliónir krónur. Men tangarnir blivu ikki seldir, tá avtornaði. Jørgen Niclasen svarar Fíggjarnevndini, at tangarnir vórðu ikki seldir, tí eingin loysn varð funnin, sum báðir partar, oljufelagið og landið, vóru nøgdir við. Sambært leigusáttmálanum skulu Landsverk og Effo samráðast um tangarnar, áðrenn landsstýrið kann taka endaliga avgerð um, hvat skal henda við teimum. Landsstýrið ætlar ikki at siga upp leigumálið við Effo, sum støðan er nú, men landsstýrismaðurin ætlar at taka málið upp aftur til viðgerðar, sigur hann við Fíggjarnevndina. Nøkur leigumál har eru galdandi í fimm ár. Tað merkir, at langtíðarætlanin fyri Mjørkadal ikki fær fullan virknað fyrr enn tey fimm árini eru farin. Tvey ummæli eru í Mentanarcaf ini hesaferð. Umframt Grease sangleikin, sum Vár og Joanna mettu um, ummælir Bergur Djurhuus Hansen skaldsøguna Eg síggi teg betur í myrkri eftir Carl Jóhan Jensen. Harumframt er eitt lítið jubileumstyssi í samband við 30 ára haldið hjá Frændum. Sigurð Ó. Vang, stjóri á Landssjúkrahúsinum, hevur róð framundir, at fyrimunir kunnu vera við brúkaragjøldum. Hann heldur, at vit eiga at kjakast, hvat amenna heilsuverkið skal rinda fyri, og hvat sjúklingurin sjálvur skal rinda. Hans Petur Joensen fekk ætlanarskriv um uppsøgn 13. august í ár. Áðrenn uppsøgnin fekk virknað, valdu partarnir at gera fráfaringaravtalu, ið varð undirskrivað 22. august. Men eftir at orsøkin til uppsøgnina av nú fyrrverandi fíggjarleiðaranum hevur verið nevnd í løgtinginum, kennir Hans Petur Joensen seg noyddan at svara teimum ákærum, ið eru reistar í uppsagnarskrivinum. Reiðaríið sigur, at Løgmansskrivstovan var ógegnig at taka avgerðina, tí longu áðrenn hoyringarfreistin um ætlanarskrivið um at taka veiðiloyvið var farin, segði løgmaður í Degi og Viku, at Anita fór at missa loyvið. Tí áttu løgmaður og Løgmansskrivstovan at víst málsviðgerðini til annan myndugleika, sigur sakførarin hjá P f Seta, í kæruni til Løgtingins umboðsmann. Løgtingsins umboðsmaður sigur seg ikki duga at síggja í skjølunum, at løgmaður hevur slík áhugamál ella tilknýti til málið, at hann, sambært fyrisitingarlógini, kann sigast at vera ógegnigur at taka avgerð um Anitu. Men tað ger ikki løgmann ógegnigan, hóast hann gav almenninginum ta fatan, at avgerðin í veruleikanum var tikin, áðrenn hoyringarfreistin hjá Seta var liðug, sigur Løgmansins umboðsmaður. Sakarkravið er, at Løgmansskrivstovan verður dømd at viðurkenna, at avgerðin um at taka veiði og fiskiloyvini frá garnaskipinum Anitu er tikin av órøttum, og tí er hon ólóglig. Í 10 ár hevur rúmdarfarið, Rosetta, verið á veg til halastjørnuna. Umborð á Rosetta var eitt lítið rúmdarfar, Philae, sum er á stødd við eina vaskimaskinu. Á lítla farinum eru myndatól, ein borur skal taka royndir av halastjørnuni, og níggju aðrar royndir skulu gerast. Í tvey ár var ætlanin útsett, men 2. mars í 2004 varð Rosetta send av jørðini ímóti halastjørnuni, og sostatt hevur ferðin vart longur enn 10 ár. Góðan Morgun Føroyar hevur tosað við David Arge Klevang Pedersen, Phd lesandi Matstovan hjá Hannu í Húsavík. Caf Anni í Skopun Italska matstovan hjá Annu á Sandi. Brunsch á Reynatúgvu. Undirhúscaf in í Skálavík. Soleiðis eita tær fimm matstovurnar ella kaf irnar, ið lata upp í ein dag leygardagin. Marit Holm Petersen letur í dag upp nýtt hotell í Miðvági. Marit keypti saman við øðrum húsini í januar í ár og síðani hava tey arbeitt við at umvæla húsini, sum upprunaliga vóru brúkt til hotell ella pensionat. Jørgen Niclasen skeyt upp at lækka rentustuðulin niður í 34 prosent næsta ár, og so líðandi niður í 30 prosent í 2019. Fíggjarmálaráðið hevur mett, at landskassin sparir hálva triðju millión krónur fyri hvørt prosentið, og tí verður sparingin 12,5 milliónir krónur í 2019. Ein samd fíggjarnevnd mælti til at fella uppskotið hjá landsstýrismanninum. Hon segði, at Jørgen Niclasen eigur heldur at gera eina langtíðarætlan og semju við allar flokkar á tingi um, hvussu rentustuðulin skal vera í framtíðini. Einki starvsfólk var í svimjihøllini, tá skúlin á Giljanesi leigaði høllina, men mannagongdirnar verða nú broyttar, sigur leiðarin, Torkil Mørkøre. Føroya rættur dømdi í gjár ein pápa og son hansara ávíkavist fýra og tríggja mánaðar treytaða fongsulsrevsing, umframt samfelagstænastu, fyri grovan harðskap móti einum manni. Feðgarnir noktaðu seg sekar. Ákæruvaldið hevði vitni, sum øll høvdu sæð hendingina. Sambært in.fo greiddu vitnini frá, at feðgarnir lupu á mannin í Steinatúni í Havn, og slógu og sparkaðu hann fleiri ferðir, eisini meðan hann lá niðri. Ákærin kravdi, at pápin, sum hevði verið tann harðligari, varð dømdur fýra og sonurin tríggjar mánaðar fongsulsrevsing. Verjarnir hjá monnunum kravdu frídøming, og stóðu við sítt, at eingin harðskapur var farin fram. Niðurstøðan hjá dómaranun varð, at menninir vóru sekir í ákærunum. Talan var um sera grovan harðskap, metti dómarin, og legði dent á, at harðskapurin varð framdur í fleiri umførum, fyrst uttan fyri kiosk Steinatún og síðani yviri við ljóskurvarnar, skrivar in.fo. Dómarin legði dent á, at menninir ikki góvust sjálvir, og at harðskapurin steðgaði ikki, fyrr enn onnur løgdu uppí, og álopni maðurin slapp til rýmingar. Dómarin legði tó eisini dent á, at menninir ikki fyrr eru dømdir fyri harðskap, og tí fáa teir treytaðan dom og samfelagstænastu. Endaligi dómurin gjørdist, at pápin varð dømdur fýra mánaðar treytaða fongsulsrevsing, við tí treyt, at hann skal gera 80 tímar av samfelagstænastu næstu átta mánaðirnar. Pápin er tænastumaður, og arbeiðir sum tollari. Vit hava spurt hann um málið, men hann hevur onga viðmerking, og vísir til verjan hjá sær, Hans Trygva Teirin, sum heldur ikki vil siga nakað um málið. Sambært tænastumannalógini, grein 9, eru skyldur álagdar tænastumanni. Tænastumaður skal samvitskufult halda tær reglur, sum eru galdandi fyri starv hansara, og skal bæði í og uttan fyri tænastu vísa slíkan atburð, sum starv hansara sømir. Vit høvdu ætlað spurt leiðaran fyri tolldeildini hjá TAKS, Jens Christian Olsen, hvat TAKS ger við tað, at ein tænastumaðurin er dømdur, men leiðarin vísir til stjóran fyri TAKS, Eyðun Mørkøre. Men Eyðun Mørkøre vil ikki gera viðmerking til persónsmál. Tað vóru stórtíðini á heysti 1964, tá 37 hvalbingar, sum høvdu verið á fjalli í Lítlu Dímun, brádliga gjørdust veðurfastir, og noyddust at liggja nátt í einum helli í illveðrinum Í innslagnum hoyra vit eisini røddina á útvarpsmonnunum, Finnboga Ísakson og Niels Juel Arge, og Jákupi Olsen úr Sandvík, sum var í Lítlu Dímun hesa minniligu ferðina. Bjørt Fríða Johnsdóttir Anroniussen er hesaferð tann, ið er í vangamyndini. Hon býr í Húsavík á Sandoynni, og veit at siga og fortelja um alt møguligt í bygdini. Vistu tit, at sólin fer undir fjallatromina um veturin At har eru gomul hús, sum enn eru til og sum Húsfrúgvin í Húsavík búði í Suðuri á lendingini eru listarverk í brimgarðinum, og har kann vera vandamikið at fara. Og mínar Damur og Harrar Hundurin líkist ja, hvørjum tað eru litrík klæði, hann er í, men so kanska Og NÚúúúúúú er gyklarin í køkinum. Hesaferð brúkar hann eina fløsku og ein tveyhundraðkrónuseðil. Og góð hugskot til matpakkan ella hugaløtuna eru alt í einum eisini at fáa. Kob og Felisia duga at brúka knívarnar væl, so skorin frukt verður sett fram á borðið. Vertinnan í sendingini er 11 ár, tað er Felisia J. Helmsdal. Lagt til rættis Elin Dagbjartsdóttir og Páll Danielsen. Men tað fær ongar avleiðingar fyri samstarvið millum Sjóvinnustýrið og klassan, at Gullberg var góðkendur uttan viðmerking um atgongdina til botnventilarnar, sigur Hans Johannes á Brúgv, stjóri á Sjóvinnustýrinum Tá Gullberg varð bygdur í Týsklandi í 1997, varð hann bygdur eftir krøvunum hjá Det Norske Veritas. Trolarin fór so til Russlands, undir russiskt flagg og russiskan klassa. Det Norske Veritas í Føroyum upplýsir, at hjá teimum varð ikki mett, at neyðugt var at krevja betri atgongd til botnventilarnar. Og har var einki broytt, síðani skipið varð klassað í Týsklandi í 1997. Atgongdin til botnventilarnar í maskinrúminum á trolaranum Gullbergi var ikki sambært forskriftunum hjá Skipaeftirlitinum, segði Hans Johannes á Brúgv, stjóri á Sjóvinnustýrinum, við Útvarpið á middegi. Ein botnventilur, sum ikki bar til at sleppa framat at skrúva fyri, var kanska orsøkin til, at Gullberg sakk. Maskinmeistarin slapp ikki fram at ventilinum fyri sjógvi. Sambært Det Norske Veritas í Føroyum var atgongdin til botnventilarnar í maskinrúminum á Gullbergi ikki brot á fráboðanina hjá Sjóvinnustýrinum um hesa atgongd. Og eingin dugdi at ímynda sær, at ein brotin botnventilur ella brotið sjófiltur kundu gera, at skipið so skjótt fyltist av sjógvi. Gestir í kvøld eru Jón Tyril, maðurin handan G Festivalin, Liljan Weihe, tíðindaleiðari í Kringvarpi Føroya, og Annika Johannessen, professionellur sjónleikari í Danmark. Lagt til rættis Heini í Skorini. 3.000 fólk í Føroyum hava diabetes, men bara 2.000 vita tað. Teirra millum eru foreldrini hjá hálvt annað ára gomlu Ranju, sum júst hevur fingið staðfest sjúkuna Umstøðurnar eru góðar hjá diabetikarum í Føroyum, sigur Kristianna Rein, forkvinna í Diabetesfelagnum. Nógv fólk hava diabetes uttan at vita tað. Tí mælir hon fólki, sum ikki eru kannað, til at gera tað. Jens Andreasen, deildarlækni á Diabetesdeildini á Landssjúkarhúsinum, mælir til, at kommunulæknarnir óbidnir kanna tey, sum koma í viðtalu, fyri diabetes. Kanningar, sum Jens Andreasen og Pál Weihe hava gjørt, vísa, at 3.000 fólk hava diabetes, men bert 2.000 vita, at tey hava sjúkuna. Hini túsund eru eftir hjá heiluverkinum at finna. Jens Andreasen var gestur í Degi og Viku, tí dagurin í dag er diabetesdagur. Leiðarin á Fornminnissavninum tekur ikki undir við hoyringarskrivinum, ið Fornminnissavnið hevur sent Umhvørvisstovuni um havnarútbyggingina frammanfyri Skansan í Havn. Komandi dagarnar verða 45 av teimum allarbestu veðrunum og veðurlombunum í landinum sýnað. Í dag vóru kønir menn frá landsseyðasýningini og skoðaðu úrvalsseyð í fleiri bygdum millum annað á Eiði. Í hesari sendingini vóru vit á gátt hjá Jósef Zachariasen, ið spælur klassiskan tónleik. Eisini vóru vit á gátt hjá Erik Reidarson Klein, sum ger hiphop tónleik. Vit tosaðu um teirra tónleik, og um hvussu tónleikurin er ein partur av lívi teirra. Filosofisku røddina átti Rólant Lenvig, ið diskar undir navninum Hús. Bretski forsætisráðharrin, David Cameron, hevur boðað frá, at Bretland fer at herða lógirnar fyri tey sum ætla sær til onnur lond at stríðast saman við víðgongdum felagskapum. Løgreglan og marknavørðar fáa loyvi at leggja hald á pass, um mett verður, at onkur ætlar sær til onnur lond at stríðast saman við víðgongdum felagskapum. Og loyvi verður eisini givið at steðga fólkum, sum koma úr øðrum londum, um ivi er um, at tey hava brotið bretska lóg. Og flogfeløg sum ikki halda treytirnar, sum myndugleikarnir hava ásett, verða revsað hart, sigur forsætisráðharrin. Tað kann enda við, at loyvið at flúgva til Bretlands verður tikið aftur. Bretska trygdartænastan hækkaði stigið fyri yvirgang uppí tað næsthægsta í august, tí vandi er fyri at fólk sum eru komin aftur til Bretlands, eftir at hava verið í øðrum londum og kríggjast, kunnu elva til yvirgang. Og Alt bendir á, at griksi landsliðsvenjarin, Claudio Ranieri, verður koyrdur frá. Orsøkin er tapið hjá grikkum móti Føroyum í gjárkvøldið. Valið av venjara er mín ábyrgd. Tí eru vánaligu úrslitini eisini mín ábyrgd, segði Sarris við giskar fjølmiðar eftir dystin í gjárkvøldið. Claudio Ranier, sum fyrr hevur vant stórfeløg sum Juventus í Italia og Chelsea í Onglandi, tók við sum griskur landsliðsvenjari eftir HM endaspælið í summar. Hann hevur sostatt staðið á odda fyri liðnum í fýra undankappingardystum. Úrslitini hava verið vánalig. Higartil hevur Grikkaland bara fingið eitt stig í fýra dystum og er nú aftast í bólki F. Og Alt bendir á, at griksi landsliðsvenjarin, Claudio Ranieri, verður koyrdur frá. Orsøkin er tapið hjá grikkum móti Føroyum í gjárkvøldið. Valið av venjara er mín ábyrgd. Tí eru vánaligu úrslitini eisini mín ábyrgd, segði Sarris við giskar fjølmiðar eftir dystin í gjárkvøldið. Claudio Ranier, sum fyrr hevur vant stórfeløg sum Juventus í Italia og Chelsea í Onglandi, tók við sum griskur landsliðsvenjari eftir HM endaspælið í summar. Hann hevur sostatt staðið á odda fyri liðnum í fýra undankappingardystum. Úrslitini hava verið vánalig. Higartil hevur Grikkaland bara fingið eitt stig í fýra dystum og er nú aftast í bólki F. Og Alt bendir á, at griksi landsliðsvenjarin, Claudio Ranieri, verður koyrdur frá. Orsøkin er tapið hjá grikkum móti Føroyum í gjárkvøldið. Valið av venjara er mín ábyrgd. Tí eru vánaligu úrslitini eisini mín ábyrgd, segði Sarris við giskar fjølmiðar eftir dystin í gjárkvøldið. Claudio Ranier, sum fyrr hevur vant stórfeløg sum Juventus í Italia og Chelsea í Onglandi, tók við sum griskur landsliðsvenjari eftir HM endaspælið í summar. Hann hevur sostatt staðið á odda fyri liðnum í fýra undankappingardystum. Úrslitini hava verið vánalig. Higartil hevur Grikkaland bara fingið eitt stig í fýra dystum og er nú aftast í bólki F. Í Danmark mæla myndugleikarnir til at lata seg kanna, um foreldur ella systkin hava sukursjúku. Roknað verður við, at áleið 320.000 fólk hava diabetes í Danmark. Tað er tvær ferðir so nógv sum fyri 10 árum síðani. Alt ov fá vita, at diabetes 2 er arvilig, og tí verður sjúkan ikki staðfest, fyrr enn fólk fáa aðrar sjúkur, sigur Henrik Nedergaard stjóri í Diabetesfelagnum. Møguleikin fyri at fáa diabetes er 40 prosent, um annað av foreldrunum, ella systkin hava sjúkuna. Hava bæði foreldrini diabetes, so eru møguleikarni 80 prosent fyri, at børnini eisini fáa sukursjúku. Gleðin var stór á føroysku leikarunum aftaná 1 0 sigurin á Grikkalandi fríggjakvøldið. Tað eru ikki bert landsliðsleikararnir, ið fegnast um fótbóltsúrslitið. Higartil hava útivið 500.000 fólk sæð eina upptøku, Fótbóltssambandið legði á Facebook í nátt. Upptøkan hevur fingið 7.200 tumlar og er deild 1.800 ferðirnar á Facebook Soleiðis sá út í skiftingarrúminum hjá føroyska fótbóltslandsliðnum eftir sigurin fríggjakvøldið. Orð eru ikki so neyðug her videoupptøkan talar fyri seg. Týsdagin fer løgtingið at viðgera uppskot til samtyktar um varskógvaraskipan fyri starvsfólk, sum eru í almennum starvi hjá landi og kommunum. Tað er Kristina Háfoss úr Tjóðveldi, sum hevur lagt uppskotið fram, og hon sigur, at tað er av stórum týdningi, at starvsfólk, ið starvast í almenna geiranum kunnu kenna seg trygg við at fráboða møguligt óreglusemi innan tað almenna. Hetta kann tryggjast við eini varskógvaraskipan fyri starvsfólk, ið starvast hjá landi og kommunum, stendur í viðmerkingunum til uppskotið. Starvsfólk skulu altso fáa møguleika at gera vart við óreglusemi ella lógarbrot, og tað skal kunna gerast dulnevnt, sigur uppskotssetarin. Eisini skulu rættindini hjá tí, ið varskógvar, tryggjast í lóg. Varskógvaraskipanir eru kendar frá øðrum geirum, tildømis hevur Bank Nordik eina skipan, har starvsfólk annaðhvørt kunnu boða frá illgruna um óreglusemi beinleiðis til Fíggjareftirlitið ella til ein innanhýsis rregluvørð, sum so skal handfara fráboðanina eftir nærri reglum. Starvsfólkini í Bank Nordik kunnu boða frá dulnevnt. Uttanlands seta alsamt fleiri fyritøkur, stovnar v.m. í verk varskógvaraskipanir, eins og fleiri lond eitt nú Noreg hava sett í verk varskógvaraskipan fyri starvsfólk, ið starvast hjá tí almenna. Varskógvaraskipanin í Føroyum eigur at gerast í samráð við kommunurnar, og miðast skal ímóti, at skipanin skal setast í verk í 2015, sigur Kristina Háfoss í sínum uppskoti. Lopfjølin kallast nýtt skúlatilboð, sum er eitt samstarv millum Margarinfabrikkina, Mentamálaráðið og Sosialu deild í Tórshavnar kommunu. Dagmar Clothier hevur námsfrøðiliga ábyrgd av Lopfjølini. Hon tekur sær av tí sosialpedagogiska partinum av verkætlanini saman við restini av námsfrøðingum í Margarinfabrikkini. Lopfjølin er eitt samstarv millum ungdómshúsið Margarinfabrikkin og skúlarnar og barnaverndinga í Tórshavnar kommunu. Tilboðið er ætlað ungum í framhaldsdeildunum í býnum, sum onkursvegna hava torført við at gera fólkaskúlan lidnan. Men er tað ikki uppgávan hjá skúlunum, at hjálpa næmingunum, soleiðis at teir megna at ganga í skúla Serliga teimum, sum hava tað trupult við at luttaka í vanligu skúlaundirvísingini. Lopfjølin hevur verið til gagns fyri mong ung, sum hava havt tað trupult við at ganga í skúla. Verkætklanin gevur teimum ein betri møguleika at savna seg og at læra. Poul Michelsen, Aksel V. Johannesen, Kristianna Winther Poulsen og Høgni Hoydal skjóta upp, at uppskotssetari kann fáa orðið í fimm minuttir, áðrenn framsøgufólkini fáa tað. Í viðmerkingunum sigur andstøðan, at skrivaði teksturin í einum løgtingsuppskoti er minni enn so altíð somikið greiður, at hann einsamallur er nøktandi grundarlag undir sakligari viðgerð og støðutakan. Andstøðuflokkarnir halda, at hetta serliga ger seg galdandi, tá løgmaður ella landsstýrisfólk leggja uppskot fyri tingið, tí tey fáa ikki orðið, fyrr enn framsøgufólkini hava havt tað. Tað ber til at bøta um hetta, um uppskotssetarin sleppur at lýsa málið nágreiniligari tíðliga í viðgerðini og helst, áðrenn framsøgufólkini fáa orðið, siga altso Poul Michelsen, Aksel V. Johannesen, Høgni Hoydal og Kristianna Winther Poulsen. Men úrslitini í nýggju EM undankappingini hava verið alt annað enn nøktandi fyri Grikkaland og leiðsluna í griska fótbóltssambandinum, sum nú tók avleiðingarnar og eftir kreppufund í dag segði venjaran frá. Kári P. Højgaard, løgtingsmaður fyri Sjálvstýrisflokkin, hevur sett Bjørn Kalsø, landsstýrismanni, ein grein 52 fyrispurning, um hvussu vit kunnu byrgja fyri fráflyting. Í viðmerkingunum til fyrispurningin vísir Kári P. Højgaard, løgtingsmaður á, at nógv eru tey, ið nema sær útbúgving yvir netið. Hjá fleiri teirra letur tað seg gera, meðan onnur, sum byrja, mugu gevast, tí tað er sera kostnaðarmikið at ferðast millum Føroyar og Danmark til próvtøkur og annað. Hesi, sum flyta av landinum fyri at fáa ávísa útbúgving eru ofta í góðum árum og hava familju. Sostatt er tað ikki bert ein, sum flytur, men øll familjan, skrivar Kári P. Højgaard í fyrispurninginum. Løgtingsmaðurin skjýtur upp, Mentamálaráðið ella Studni veita stuðul til flogferðir, ella at samstarv kundi fingist við Fróðskaparsetrið og lærustovnar uttanlands, soleiðis at tey lesandi umvegis fjarlestur kundu tikið próvtøkurnar her heima uttan kostnað. Kári P. Højgaard, løgtingsmaður spyr Bjørn Kalsø, landsstýrismann, um hann ætlar at veita stuðul til teir borgarar, sum velja at búgva í Føroyum og taka sína útbúgving yvir netið, og hví Mentamálaráðið ikki javnsetir tey, sum ganga í skúla her. Hesaferð er tað 26 ára gamli amerikanarin Peter Kassig, ið sæst vera avrættaður. Amerikanskir myndugleikar hava tó enn ikki váttað, at myndirnar eru av Peter Kassig, ið arbeiddi fyri ein amerikanskan hjálparbólk. Amerikanarin var í Irak sum hermaður, men tók seinni útbúgving innan fyrstuhjálp og fór í 2012 til Libanon at arbeiða á lasarettum, hagar sýrisk flóttafólk komu. Seinni sama ár stovnaði hann sjálvur ein hjálparbólk, sum arbeiðir í Turkalandi nærhendis markinum til Sýria og veitir flóttafólki neyðsynjavørur og viðgerð og lærir tey fyrstuhjálp. Á eini ferð til Eystursýria fyri hjálparfelagsskapin var Peter Kassig tikin í oktober mánað í fjør. Sum fangi gjørdist hann muslimur og tók navnið Abdul Rahman. Doyggi eg, finni eg í hvussu er ugga í, at eg fór út higar at minka um líðingarnar og hjálpa teimum, sum vóru í neyð, skrivaði Peter Kassig í einum brævi, sum loyniliga varð sent foreldrunum. Kent er, at islamistarnir serliga fara illa við amerikansku gíðslunum, og síðsta mánað almannakunngjørdu foreldrini burtur úr brævinum, ið sonurin hevði skrivað heim til Indiana. Har sigur Peer Kassig frá støðuni hjá sær sum gíðsli hjá Islamska statinum. Teir siga við okkum, at tit ikki longur vilja kennast við okkum, men sjálvsagt vita vit, at tit gera alt tit kunnu og meira aftrat, skivar sonurin til foreldrini. Ikki stúra, um eg ikki sleppi burtur úr hesum. Eg geri mær ongar hugsanir um annað enn tað, ið eg veit er satt, at tit bæði elska meg meira enn máni og stjørnur duga at siga frá, skrivaði sonurin. Islamski staturin hevur fleiri gíslar, og nakrir eru tiknir av døgum. Í síðsta mánað varð onglendingin Alan Henning av døgum, og tá søgdu drápamenn hansara, at Peter Kassig fór at vera tann næsti. Kliniski føðslu fysiologi serfrøðingurin, Cathrine Borchsenius, deildarleiðarin í norska Heilsumálaráðum, Henriette Øien, og professarin í føðslu við lærda háskúlan í Oslo, Lene Frost Andersen, hava saman gjørt listan. Tað skrivar nrk.no. Og gularótin stendur ovast á listanum. Grønmeti er yvirhøvur týdningarmikil kostur, og inniheldur nógv fipur og nógvar vitaminir. Serfrøðingarnir lýsa gularótina við trimum orðum Bílig, sunn og góð. Á øðrum plássi er makrelur í tomat , ella annar feitur fiskur, tí nógv omega 3, feittsýrur, protein og A og D vitaminir eru í. Serfrøðingarnir siga, at tað eiga vit at eta nógv. Havgrýn fær triðjaplássið, tí vit eiga at eta meira av fullkorni, og havragrýni er týdningamikil kelda til fipur. Nógvar B vitaminir, jarn og onnur mineral eru í havragrýni. Og tey eru góð fyri kroppin. Bláber fingu fjóðaplássið, tí ber eru sunn, serliga myrkablá ber, so sum bláber, tí haðani fáa vit nógv anti oxidant. Sambært serfrøðingunum eta vit ov lítið av berum. Og í sambandi við hugtakið Seks um dagin , so kunnu bláber saktans vera eitt av hesum. Mjólk fekk fimtaplássið. Hon er høvuðskelda til kalsium í okkara kosti, og inniheldur jod. Serfrøðingarnir nevna serliga soltna mjólk, tí vit skulu ikki eta ov nógv feitt. Serfrøðingarnir leggja tó dent á, at hesar topp fimm matvørurnar, mugu setast saman við øðrum í eina heild, fyri at fáa røttu kostsamansetingina, skrivar nrk.no. Serfrøðingarnir høvdu, hvør í sínum lag, gjørt ein lista við 10 matvørum á, og síðani varð ein felagslisti gjørdur. Tær , sum eru við feitum, høvdu í hvussu er tveir av serfrøðingunum við á sínum lista. Listin kikertrar fullkorns pasta bláber brokkoli olivinolja rapsolja linsur grøntkál mandlur gularøtur feskt fiskaflak havragrýn laksur epli grovbreyð soltin mjólk sardinur í olju makrelur í tomat soltin ostur leykur tomatir Fundurin í Brisbane í Avstralia millum forsetar og forsætisráðharrar í G 20 londunum er endaður, og londini samdust um at seta í verk tiltøk, sum kunnu fáa meira ferð á heimsbúskapin. Annars var mesta fundarvirksemið um kreppuna í Ukraina. Russiski forsetin, Vladimir Putin, fekk av at vita á fundinum og kanadiski forsætisráðharrin, Stephen Harper, bað bart út Vladimir Putin sleppa sær úr Ukraina. Bretski forsætisráðharrin var eisini hvassorðaður við russiska forsetan og gjørdi honum greitt, at tekur Russland ikki hermenn sínar heim og virðir sjálvaavgerðar rætt Ukraina, fer Bretland saman við hinum ES londunum at seta enn fleiri og harðari handilstiltøk í verk móti Russlandi. Amerikanski forsetin Barak Omaba segði við tíðindafólk, at tá Vladimir Putin útvegar russiskt sinnaða uppreistrar herinum vápn úr Russlandi, ger russiski forsetin seg inn á altjóða lóg. Vladimir Putin man ikki hava kent seg væl á fundinum, tí hann fór fyrr enn ætlað aftur til Russlands. Sjálvur lat hann ikki við seg koma. Hann segði fundin vera konstruktivan, men umbar seg við, at tað var langt at flúgva heim, og at hann hevði brúk fyri svøvni. Klokkan 15 greiðir Árni Winther, arkitektur, frá Føroya Listasavni í framtíðini, og klokkan 16 hugleiðir Bárður Jákupsson um tá savnið gjørdist sjálvsognarstovnur. Granskararnir í Darmstadt í Týsklandi hava mist sambandið við lítla rúmdarfarið, Philae, sum mikudagin lendi á eini halastjørnu, 510 milliónir kilometrar frá jørðini, orsøkin farið hevur einki battarí eftir. Sostatt er einki samskifti við Philae. Tað upplýsur Evropiski Rúmdarferðar felagsskapurin, ESA. Lendingin mikudagin gjørdist harðari enn ætlað, men eftir tríggjar royndir setti tað seg, men í skugganum í einum skráningi. Og tað merkir, at ov lítið av sólljósi er til at løða b attaríini í Philae. Sambært ESA náddi rúmdarfarið tó at fáa til høldar týdningarmiklar upplýsingar, millum annað eru royndir tiknar av ísi og dusti, og borað er í yvirflatuni á gongustjørnuni. Og upplýsingarnar vórðu sendar til jørðina í øllum góður, upplýsir ESA. Vónin er, at royndirnar frá gongustjørnini kunnu svara spurninginum um, hvussu gongustjørnan bleiv til fyri umleið 4,6 miljardur árum síðani. Tað varð skotið út í marsmánaði 2004, og síðani hevur verið bíðað eftir úrslitinum. Vónin var eisini, at Philae skuldi rigga í fleiri mánaðir, men so var ikki. Ávísar treytir eru fyri at fáa stuðul til at ala føroyska rossið ryssa skal hava folað føroyskt fyl í ár ella síðsta ár greðingar eldri enn 4 ár skulu hava fingið føroyskt fyl. Møguleiki er tó at søkja um stuðul til allar greðingar, sum eru 1 til 4 ára gamlir. rossini skulu vera merkt við erflís, chippi, rossini skulu vera staðfest sum føroysk við blóðroynd. Skulu nýggju krøvini um hvíld hjá manningini haldast, uttan at neyðugt verður at avlýsa ferðir hjá Smyrli, skulu fimm fólk setast afturat teimum, sum longu eru við Smyrli. Hetta fer at kosta 3,7 milliónir krónur um árið. Men samstundis ber til at spara eina millión til viðlíkahald, tí manningin kann gera meira viðlíkahald, so ikki er neyðugt at keypa tænastur úr landi. Vinnumálaráðið sigur í skrivi til Fíggjarnevndina hjá løgtinginum, at nýggju hvíldarkrøvini gera, at torført er at gera arbeiðsætlanir fyri manningina á Smyrli. Hesin trupulleiki kann loysast við at seta ein yvirstýrimann, ein dekkara og hálva gentu afturat á hvørjari vakt, tilsamans fimm heil størv. Og tað kostar, netto, 2,7 milliónir krónur um árið, sigur Vinnumálaráðið. Fíggjarnevndin spurdi eisini Vinnumálaráðið, hví ferðaseðlarprísirnir hjá Strandfaraskipum landsins ikki eru lækkaðir 15 prosent. Tá løgtingið samtykti fíggjarlógina fyri 2014, samtykti løgtingið eisini, at ferðaseðlarnir skuldu gerast bíligari. Enn er príslækkingin bara komin á Nólsoyarleiðini og Sandoyarleiðini. Orsøkin er, at gamla skipanin, sum verður brúkt til at selja ferðaseðlar, okkurt um 30 ára gamla Buscom skipanin, kann ikki broytast til at selja bíligari ferðaseðlar. Tað, sum skal brúkast til at broyta skipanina, fæst ikki longur. Í sambandi við játtanina í fíggjarlógini fyri 2015 hevur leiðslan á Strandferðsluni gjørt nýggja meting um, hvørja ávirkan príslækkingin fær á inntøkumetingina hjá stovninum. Úrslitið er, at roknast skal við 600.000 krónur minni í inntøkum næsta ár. P f Thor í Hósvík hevur valt Lars Espersen til nevndarformann. Lars Espersen er løgfrøðingur, og hann hevur drúgvar royndir sum nevndarlimur í donskum feløgum, í løtuni er hann í nevndini hjá 14 feløgum. Lars Espersen hevur sítt egna advokatfelag, Espersen Ltd. Í eini grein í The Guardian í dag skrivar David Cameron, at gongdin í Bretlandi í løtuni er tekin um afturstig og ótryggleika, og tað kann vera til bága fyri bretska búskapin. Ávaringin frá bretska forsætisráðharranum kemur fáar dagar eftir, at stjórnin í bretska tjóðbankanum, Mark Carney, boðaði frá, at afturstig hótta alt Evropa. Heimskendir bretskir tónleikarar eru savnaðir í nýggjari tulking av stuðulssanginum Do they know it s Christmas . Av tónleikarunum kunnu millum annað nevnast Bono, One Direction, Ellie Golding og Ed Sheeran. Endamálið er at savna pengar inn til stríðið móti Ebola í Afrika. Samstundis eru tað í næstu viku 30 ár síðan fyrsta innspælingin av sanginum varð gjørd. Í 1984 skrivaðu Bob Geldof og Midge Ure sangin við endamálinum at savna pengar inn til at basa hungursneyðini í Etiopien. Stjørnur sum David Bowie og George Michael vóru millum røddirnar í teirru útgávuni, og innsavnaðar vórðu 120 milliónir krónur. Heimskendir bretskir tónleikarar eru savnaðir í nýggjari tulking av stuðulssanginum Do they know it s Christmas . Endamálið er at savna pengar inn til stríðið ímóti Ebola í Afrika. Samstundis eru tað í næstu viku 30 ár síðan fyrsta innspælingin av sanginum varð gjørd. Í 1984 skrivaðu Bob Geldof og Midge Ure sangin við endamálinum at savna pengar inn til at basa hungursneyð í Etiopia. Stjørnur sum David Bowie og George Michael vóru millum kendu røddirnar í teirru útgávuni, sum innsavnaði 120 milliónir krónur. Sangurin bleiv endurinnspældur í 1989 og 2004, har báðar útgávurnar endaðu nummar 1 á fleiri hittlistum kring heimin. Nú er hann so enn einaferð innspældur, og tónleikararnir fara nú við navninum Band Aid 30 . Av nøvnunum kunnu millum annað nevnast Bono, Emilie Sande, Ellie Golding og Sam Smith. Nýggi sangurin varð spældur fyrstu ferð í gjárkvøldi undir bretsku útgávuni av sjónvarpsrøðini X Factor. Rumenia hevur fingið nýggjan forseta. Talan er um Klaus Iohannis, sum er formaður í konservativa flokkinum í landinum og borgarstjóri í Sibiu. Hann er umboð fyri týskmælta minnilutan í landinum. 55 ára gamli Klaus Iohannis hevur í valstríðnum lagt dent á, at hann fer at stríðast ímóti korrupsjónini í landinum, og at seta búskaparligar nýskipanir í verk. ES fylgir væl við gongdini í Rumenia, tí nógv svik er í landinum, og mett verður ikki, at landið er nóg búgvið at vera við í Schengen samstarvinum. Skotski fiskimálaráðharrin, Richard Lochhead, vil ikki hava sitandi á sær, at skotska fiskiveiðieftirlitið ikki røkir skyldu sína og kannar føroysk uppsjóvarskip, sum fiska við Hetland. Næst seinasta sunnudag fekk Christian í Grótinum boð um at fara til Lerwick, og fríggjamorgunin fekk Næraberg boð um at fara inn í Lerwick. Hetlendski limurin í skotska parlamentinum, Tavish Scott, hevur skuldsett fiskiveiðieftirlitið fyri ikki at gera arbeiði sítt til frama fyri skotsku uppsjóvarvinnuna. Men hesum vísir Richard Lochhead, ráðharri, aftur. Hann sigur, sambært Shetnews, at nógv tey flestu føroysku skipini, sum hava roynt í skotskum sjógvi, eru kannað. Ráðharrin sigur, fiskiveiðieftirlitið hevur kannað 17 av 21 túrum hjá føroyskum uppsjóvarskipum í skotskum sjógvi. Skotsk skip verða verri enn so kannað so ofta, sigur ráðharrin eisini. Skotar eru í øðini inn í ES, tí ES gjørdi eina avtalu um makrel við Føroyar, sum sambært fiskimonnum og politikarum í Skotlandi gav Føroyum alt ov nógv. Hesa vikuna í Barnaútvarpinum, fara vit fyri tað mesta at tosa um bøkur og hoyra søgur. Bókadagar verða um vikuskiftið í Norðurlandahúsinum, og tað verður nógv spennandi at hoyra og síggja. Men í dag fara vit at hoyra um ævintýr tí ein spildurnýggj ævintýrabók verður løgd fram í Norðurlandahúsinum sunnudagin. Vit eru á Bókadeildini, vit hoyra brot úr ævintýri, tað er Kári Sverrisson sum sigur frá. Og at enda fer Elin á Rógvi at lesa úr nýggju ævintýrabókini. 15 føroysk ævintýr eru í ævintýrabókini. Bókin kemur út í samband við 150 ára føðingardagin hjá Jakob Jakobsen, sum savnaði og skrivaði ævintýrini niður. Fuglakrímið, H5N8, ið smittar illa, er staðfest í Niðurlondum, og myndugleikarnir hava sett forboð fyri øllum flutningi av hønum, høsnarungum og eggum. Samstundis eru boð givin um at drepa 150.000 hønur á einum garði. ES nevndin fer á kreppufundi í dag at samtykkja tiltøk, sum skulu forða fyri, at smittan breiðir seg, sigur ein talsmaður fyri ES nevndina. Einki fólk er higartil vorðið sjúkt av hesum slagnum av fuglakrími, men tað varð ikki staðfest í Evropa fyrr enn 4. november, tá tað varð staðfest í Týsklandi. Samgonguflokkarnir í fíggjarnevndini taka ikki undir við uppskotinum frá andstøðuflokkunum um at hækka barnafrádráttin úr 6.500 krónum upp í 8.000 krónur um árið. Bárður Nielsen, Bill Justinussen, Jákup Mikkelsen og Rodmundur Nielsen siga, at samgongan í 2012 gjørdi stórar skattauimleggingar, og tá hækkaði barnafrádrátturin eisini 1.000 krónur. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur upplýst, at arbeitt verður við at umleggja skattaskipanina. Meirilutin í fíggjarnevndini heldur, at landsstýrsmaðurin eigur at taka møguleikar broytingar í barnafrádráttinum við í hesi umlegging. Minnilutin i fíggjarnevndini, Kristina Háfoss, Eyðgunn Samuelsen og Aksel V. Johannesen, mælir tinginum til at samtykkja uppskotið. Tey siga, at barnafamiljurnar er ein av bólkunum í samfelagnum, sum hevur tyngstu byrðarnar, tí kostnaðarstigið er so høgt. Víst verður eisini á, at frá 2009 til 2013 vóru 511 færri kvinnur í burðardyggum aldri, ella stórt sæð tað sama sum afturgongdin í fólkatalinum sama tíðarskeið. Atlasið er umstrítt. Nógv kjak hevur verið um bókstavir og stavseting av staðarnøvnum. Tann sum hevur tikið sær av tí er Staðarnavnanevndin og formaður har er Eivind Weihe Tjóðveldi og Framsókn siga, at fleiri dømi er um, at Føroyar eiga at taka fult ræði á uttanríkispolitikkinum og at umboða seg sjálvar mótvegis øllum altjóða samtarvi og felagsskapum. Nýggjastu dømini eru, at Danmark tekur avger um tiltøk móti Russlandi, men Føroyar verða ikki eftirspurdar, ella hava ávirkan á viðurskifti, ið kundu havt ógvisligar avleiðingar fyri vinnuna. Danmark fer í kríggj og dregur formliga Føroyar við sær, men vit verða ikki eftirspurd, og eingin demokratisk viðgerð er í Føroyum. Og ES setur umfatandi handilstiltøk í verk móti Føroyum í sambandi við ósemju um býtið av norðhavssild. Men Danmark, sum skal røkja uttanríkispolitikkin vegna Føroyar, er sjálvt partur av tiltøkunum, siga Tjóðveldi og Framsókn. Flokkarnir siga, at uttanríkispolitiska heimildarlógin frá 2005, hevur bundið enn meira fyri møguleikunum hjá føroyingum at virka millum onnur fólk í heiminum. Tí við hesi lógini var fyri fyrstu ferð samtykt ein donsk fatan av einum eindarríki, har Føroyar eru ein samrunnin lutur, og har føroyingar bara eru fulltrúar vegna Danmark á altjóða pallinum, siga Tjóðveldi og Framsókn. Føroyar kunnu selja Turkalandi botnfisk, uppsjóvarfisk og laks. Tollurin í Turkalandi á føroyskum laksi og uppsjóvarfiski er úr 20 upp í 45 prosent. Er alt komið í lag, fer løgmaður til Ankara 16.desember at skriva undir fráhandilssáttmálan við Turkaland. Fyri Turkaland skrivar búskaparráðharrin undir. Hoyr Maritu Rasmussen, stjóra í Vinnuhúsinum og forkvinnu í Útflutningsráðnum, í útvarpstíðindunum. Góðan Morgun Føroyar hevur vitjað inni við Løkin í Runavík, har samstarv er millum bókasavnið við Løkin og Fróðskaparsetrið um fjarðlestur fyri læraralesandi Góðkenningin er galdandi til nýggjárs. Tá verða metingar hjá klassanum, sum ikki er liðugur at viðgera málið, tiknar við, tá Sildberin skal hava endaliga góðkenning til ferðamannasigling. Endaliga góðkenningin fæst væntandi frá 1.januar 2015. Men Sildberin skal kortini hava klassagóðkenning. Tann góðkenningin var ikki liðug, tá Sildberin skuldi í sigling, og tí avgjørdu Strandfaraskip Landsins at fáa góðkenning frá Skipaeftirlitinum. Samstundis hevur framleiðslan úr vatnorku verið so mikið stór, at SEV fleiri ferðir hevur verið noytt at skrúvað niður fyri framleiðsluni í Húsahaganum. 28. november fer aðalfundurin hjá SEV taka støðu til, um SEV skal stovna eitt felag saman við oljufelagnum Magn, ið skal eiga og reka tær 13 vindmyllurnar í Húsahaganum Tað upplýsir Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, í svari til fíggjarnevndina, sum hevur spurt um málið, nú ætlanin um, at tað almenna sjálvt skal byggja skip, er slept. Seinasta kostnaðarmetingin at byggja nýtt havrannsóknarskip var góðar 200 milliónir krónur, men trupult er at fáa rætta prísin, áðrenn arbeiðið verður boðið út. Búnaðarstovan hevur gjørt eina ætlan fyri arbeiðið at varðveita føroysk húsdýrasløg. Ætlanin krevur 600.000 krónur um árið, og tí verður øll ætlanin ikki sett í verk, sigur Fiskimálaráðið í svari til fíggjarnevndina. Men fíggjarnevndin hevur hækkað játtanina til húsdýr við 100.000 krónur upp í 150.000 krónur Ætlanin at lata 100.000 krónur í virðisløn til aliross, 20.000 krónur til alineyt og 30.000 krónur til verkætlanir. Harafturat er ætlanin at brúka eina millión krónur úr Búnaðargrunninum til húsdýr frá 2015 til 2017. Hesin peningur skal brúkast til ávísar verkætlanir, eitt nú aliskipan og skrásetingarskipan og skannara, sum skal kanna, um ryssa er kviðin. Landbúnaðarvinnan, tað er Mjólkavirki Búnaðarmanna og mjólkabøndur, vita best, hvat krevst fyri at gera dygdarvørur úr mjólkaúrdráttum. Fiskimálaráðið sigur í svarinum til fíggjarnevndina, at nýbrot í vinnuni krevja stórar íløgur, og tí hevur Fiskimálaráðið sett fleiri skipanir í verk. Millum annað verður studningurin til hoyggj tilsamans 24 milliónir krónur til 2017. Tað merkir, at kærur um Rás2 skulu fyrst viðgerast av Rás2. Um kærarin er ónøgdur við svarið hjá Rás2, so kann kærast víðari til Fjølmiðlanevndina. Sendingin hjá Óla Breckmann varð send á Rás2 4. juni. Kringvarpið metti vertin at hava framt brot á góðan fjølmiðlasið og kærdi tí til Fjølmiðlanevndina 2. juli. Og nú, hálvan fimta mánað seinni, er Fjølmiðlanevndin komin eftir, at kæran eigur at fyrst at viðgerast og svarast av Rás2. Bókin er um gentuna Drós, sum verður illa happað í flokkinum. Hvør einasti dagur er eitt satt stríð at koma ígjøgnum, tí hon veit ongantíð, hvat hon kann vænta sær. Men so ein dagin kemur Rita at ganga í flokki saman við Drós, og tá fer knappliga okkurt at henda, tí Rita ræðist ikki, hvat onnur halda, at ein eigur at gera. Hon hevur sín egna vilja, og hon vil vera saman við Drós, tí henni dámar hana ESA hevur kunngjørt eina samansetta myndarøð av ferðini hjá Philae niður á halastjørnuna 67P Churyumov Gerasimenko. Myndarøðin vísir, at Philae lendi klokkan15 35 á halastjørnuni, men av tí at akkerini, ið skuldi festa lítla rúmdarfarið í halastjørnuna, ikki riggaðu, gjørdi tað eitt lop, møguliga ein heilan kilometur frá halastjørnuni, áðrenn tað lendi aftur klokkan17 25. Men myndirnar vísa eisni, at Philae gjørdi eitt lítið lop afturat og lendi beint har, sum sólin ikki sær klokkan17 32. Battaríini á Philae vóru fult lødd, tá ið rumdafarið lendi, og var tað tí virkið í góð trý samdøgur á halastjørnuni, áðrenn tað fór í dvala. Rúmdarfarið var forritað soleiðis, at flestu royndirnar, sum tað skuldi gera á halastjørnuni, kundu gerast, meðan streymur var í battaríunum. Philae er nú farið í dvala. Men beint áðrenn tað sovnaði, fekk tað vent sær soleiðis, at størri kjansur er fyri, at tað fær nokk av sólarljósið, so battaríini spakuliga løðast uppaftur, og Philae um nakrar vikur vaknar aftur og setur seg í samband við jørðina. Ísland er ikki við í semjuni, sum ES, Noreg og Føroyar gjørdu um makrelin á grækarismessu í ár. Grønland er heldur ikki við á fundinum í Bergen. Grønland er ikki viðurkent sum strandarland. Sambært semjuni hjá ES, Noreg og Føroyum er býtið millum londini ásett fyri fimm ár. Men semja er ikki um, hvussu stór heildarkvota skal býtast í 2015. Semjan millum ES, Noreg og Føroyar sigur, at Føroyar eiga 12,60 prosent av kvotuni, sum er býtt millum londini í semjuni. Londini býttu 84,40 prosent av heildarkvotuni millum sín og settu 15,60 prosent av til Ísland, Grønland og Russland. Føroyska makrelkvotan í ár er 156.240 tons. Hon er um at vera uppi nú. Tilmælið hjá ICES, Altjóða havgranskingarstovnurin, um makrelkvotu í 2015 er 831.000 til 906.000 tons, sum eru okkurt um 100.000 tons minni enn í ár. Nýggi bygningurin, ið er í fýra hæddum, skal hýsa list, vera verkstaður og listaskúli. Næsta stig verður at seta seg í samband við myndugleikar at fáa góðkenning, sigur Nils Orth. Tað eru næmingarnir á heystskeiðinum á Føroya Fólkaháskúla, sum, í samstarvi við Reyða Kross, standa fyri hesari verkætlan. Skeiðið varar í fýra mánaðir, og ein stórur partur av skeiðinum hesafer snýr seg um endurnýtslu og móta, sigir Elin Lindenskov, lærari. Felagið Peningastovnar sigur í brævi til Fíggjarnevndina hjá løgtinginum, at ein orðing í uppskotinum er munandi broytt, nú uppskotið er komið í løgtingið. Nú sigur uppskotið, at lívrentur ikki kunnu keypast frá útlendskum tryggingarfelagi. Hesa broyting fingu vit ikki boð um, sigur Felagið Peningastovnar. Felagið heldur, at broytingin er gjørd eftir hoyringarsvarinum frá Tryggingarfelagnum LÍV. Peningastovnarnir siga, at sum lógaruppskotið nú er orðað, verður kappingin um at umsita eftirlønir í Føroyum avmarkað til føroysk lívstryggingarfeløg. Peningastovnarnir verða hildnir uttanfyri. Hetta er ikki gott fyri áhugamálini hjá eftirlønaruppspararunum og føroyska samfelagnum, siga bankarnir og sparikassarnir. Hetta er ein ógvuslig kappingaravlaging, sum er púra í stríði við tann hugburð, sum myndugleikarnir annars hava til peningstovnsskipanina. Engin forðing er til dømis fyri, at føroyingar kunnu brúka bankar í øðrum londum, eisini tað almenna brúkar altjóða bankar. Verður lógaruppskotið hjá landsstýrinum samtykt, fara peningastovnarnir ikki at kunna kappast við lívstryggingarfeløgini í Føroyum, sigur Felagið Peningastovnar. Marine Harvest Føroyar hevur lagt ein aliring út. Fyribils verður eingin fiskur koyrdir í aliringin, tí veturin skal vísa, um til bera at ala í økinum ella ikki, sigur stjórin í Marine Harvest Føroyar, Hans Jákup Mikkelsen. Tað er nakað síðani at aliringurin kom til Sands, og síðani er hann gjørdur klárur, og nú er hann lagdur út. Tað er harðført á Sandsvág, tí vestanvindurin kann vera tráður. Tí verður eingin fiskur koyrdur í aliringin, fyrr enn greiða er fingin á, um ringurin heldur til harðbalna veðurlagið. Ringurin, sum er lagdur út á Sandsvág, er 120 metrar í ummál og 38 metrar í tvørmát. Heldur hann í vetur, so verður fiskur settur út, sigur Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í Marine Harvest Føroyar. Í dag hoyra vit bókina Hin klóka æðan. Oddvør Johansen hevur skrivað. Janus á Húsagarði myndprýddi. Lukas situr saman við Jonnu og lurtar og greiðir frá. Hesa vikuna í Barnaútvarpinum, fara vit fyri tað mesta at tosa um bøkur og hoyra søgur. Bókadagar verða um vikuskiftið í Norðurlandahúsinum, og tað verður nógv spennandi at hoyra og síggja. Men í dag fara vit at hoyra um ævintýr tí ein spildurnýggj ævintýrabók verður løgd fram í Norðurlandahúsinum sunnudagin. Vit eru á Bókadeildini, vit hoyra brot úr ævintýri, tað er Kári Sverrisson sum sigur frá. Og at enda fer Elin á Rógvi at lesa úr nýggju ævintýrabókini. 15 føroysk ævintýr eru í ævintýrabókini. Bókin kemur út í samband við 150 ára føðingardagin hjá Jakob Jakobsen, sum savnaði og skrivaði ævintýrini niður. Erik Eliasen, ið altíð hevur búð á Syðradali, greiðir frá ymiskum viðurskiftum í heimbygdini. Konan Poulina er ættað úr Kollaifrði, og hon hevur frá fyrsta degi trivist væl á Syðradali og kennir seg sum ein frían fugl, tí hon er sloppin at gera tað henni dámar. Dóttirin, Jana Maria Eliasen, tekur nógvar myndir, og sonurin Andrias Eliasen brúkar alla summarfrítíðina at fiska við 90 ára gamla 4 mannafarinum Knúki, ið Jákup bóndi á Biskupsstøð smíðaði. Bæði Jana Maria og Andrias arbeiða í Klaksvík. Fýra av sethúsunum á Syðradali hava staðið í avtoftaðu bygdini Blankskála, men vórðu flutt burtur eftir skalvalopið har í 1809. Asbjørn Lómaklett greiðir frá hesari hending. Júst hendan dagin vit vitja, er seyðasýning fyri Kalsoynna á Syðradali og áhugin er stórur. Ein av teimum, ið koma við veðragjólingum at sýna, er landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, sum eisini er bóndi á Syðradali. Við teimum lógarbroytingum, sum liggja í løgtinginum í løtuni, eru vit á rættari kós, sigur Magni á Deild Olsen, stjóri í ALS, sum roknar við yvirskoti aftur næsta ár. Atfinningarnar koma í kjalarvørrinum av, at at sjeyára gamli Hannis á Byrtuni mundi drukna í svimjihøllini mikudagin 12. november. Síðan tá hava fleiri onnur fólk gjørt vart við, at tey ikki halda, trygdin í Svimjihøllini í Klaksvík er í lagi. Torkil Mørkøre, leiðari í Klaksvíkar svimjihøll, vil ikki gera viðmerkingar til málið. TAKS bað nakrar fyritøkur um tilboð uppá skrivstovuinnbúgv til nýggju hølini á Skálatrøð. Tá avtornaði valdi TAKS dýrastu loysnina, sum kostar skattgjaldarunum 265.000 krónur meira enn bíligasta tilboðið. Stovnurin valdi dýrasta tilboðið, og TAKS valdi eisini at fara uttan um almenna Keypsportalin, tá tilboð uppá innbúgv skuldu latast inn. Hoyr samrøðuna við stjóran á TAKS, Eyðun Mørkøre. Fimm milliónir krónur, sum skuldu sparast næsta ár, tí fyrisitingin hjá landsstýrinum skuldi rasjonaliserast, verða ikki spardar fyrr enn í 2016. Men so verða tíggju milliónir krónur spardar í 2016. Í vár var kjakupplegg um bygnað í landsfyrisitingini sent til hoyringar. Hoyringarsvørini eru nú til viðgerðar á Løgmansskrivstovuni og í Fíggjarmálaráðnum. Og tað arbeiðið verður ikki liðugt í ár, sigur Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri. ES hevur sagt avtaluna um býtið av svartkjafti upp. Tí verður helst neyðugt við fleiri samráðingarumførum. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, var fyrrapartin í Uttanlandsnevndini til ráðførslu um svartkjaftin. Hvat kom burturúr ráførsluni ber ikki til at fáa at vita. Í 2014 var svartkjaftakvotan 1,2 milliónir tons. Av teimum tonsunum fekk ES 337.000 tons, Føroyar 288.000 tons, Ísland 195.000 tons og Noreg fekk 284.000 tons av svartkjaftakvotuni. Sum skilst vil ES hava størri part av kvotuni, tí svartkjafturin heldur í stóran mun til í ES sjógvi, har fiskiskapurin eisini vanliga byrjar, og í føroyskum sjógvi. Fer ES at krevja størri part av kvotuni, so fara Føroyar uttan iva at gera tað sama. Hendir hetta, mugu Ísland og Noreg góðtaka ein minni part av svartkjaftinum. Føroyar standa a odda fyri samráðingunum í svartkjaftin, og næsti samráðingarfundurin verður hálvan desember. Virðið á svartkjaftinum er høgt í løtuni, tí fiskiskapurin eftir ansjósum í Peru hevur svikið, og tí hækkar prísurin á fiskamjøli og lýsi nógv. Finansial Times skrivaði í gjár, at prísurin fyri eitt tons av fiskamjøli er hækkaður upp í 2.500 dollarar, sum er met. Tað hava landsstýrisfólkini í almannamálum og skúlamálum sett sær fyri. Ein arbeiðsbólkur er settur at gera ítøkilig uppskot og fyrireika arbeiðið. Arbeiðsbólkurin skal vera liðugur hálvan januar næsta ár. Miðnám í hesum sambandi skal skiljast sum eitt skúlatilboð eftir lokna skúlagongd og upp til 25 ár. Neyðugt er at samskipa frítíðartilboð, stuðulstilboð og bútilboð, so tey stuðla upp undir skúlagongdina. Tað segði Annika Olsen, landsstýriskvinna, tá hon á løgtingsfundinum í dag legði fram frágreiðing um rættindini hjá børnum í Føroyum. Og hósdagin verður aðalorðaskifti í løgtinginum um frágreiðingina. Tað er ikki av tilvild, at aðalorðaskiftið verður júst hósdagin, tann 20.november. Tí 20. november er altjóða barnarættindadagur. Hóast Føroyar hava bundið seg til at halda barnarættindasáttmálan, halda Føroyar ikki allan sáttmálan, staðfesti ST í 2011. Í 2016 skulu Føroyar aftur til hoyring í barnarættindasáttmálanum, og hóast vit hava framt batar á nógvum økjum, sum vit fingu ábreiðslu fyri í 2011, so fara vit uttan iva fáa aðrar ábreiðslur, segði Annika Olsen í løgtinginum í dag. Í Kirkjubø var høgligt at koma til, og væl lá fyri at gera ferjulegu, men har eru fornminni, og fyri at verja tey, var ferjulegan flutt á Gomlurætt. Tað var stórarbeiði og nógv dýrari, men tað var gjørt fyri at verja fornminnini í Kirkjubø. Í Havn hava vit Tinganes, ið er gamal tingstaður og skansi, tó at einki er eftir av tí verjuvirkinum. Men Tinganes og Reynið aftanfyri verða hildin at hava stórtan týdning at varðveita, so stóran at tey kanska áttu á staðið á listanum hjá UNESCO yvir heimsarvin. Skansin á Tinganesi er farin, men hinumegin vágna stendur hin skansin, Havnar skansi, toluliga óspiltur, skilt á tann hátt, at hann enn hevur eina sjósíðu, so tað sæst, at endamálið var at verja innsiglingina til Havnar. Sjálvur skansin er friðaður, men spuringurin er, hvussu nógv virði tann friðingin hevur, um havnarútbyggingin hevur við sær, at skansin verður byrgdur inni og hvørvur aftur um pakkhús, kranar og bingjur. Liggja ikki líka nógv virði uttan fyri sum innan fyri skansan, vakurleikavirði, sum saman við søguliga virðinum krevja at alt umhvørvið verður vart langt út á Nólsoyarfjørð Tað er ein av spurningunum, ið settur verður í Kjakinum eftir Dag og Viku í kvøld. Kjakið verður millum Heðin Mortensen, borgarstjóra, og Albert Isfeld, arkitekt. Sjey ár eftir, at Vinnumálaráðið bað almennar stovnar og aðalráðini tryggja síni KT viðurskifti, staðfestir Landsgrannskoðanin, at rundskrivið hjá Vinnumálaráðnum um at seta í verk KT trygd verður ikki hildið. Kanningin vísir, at stovnarnir í ein ávísan mun hava gjørt, ella eru í ferð við at gera, váðametingar, men bara fáir hava gjørt virkisætlanir um at minka staðfestu vandarnar. Landsgrannskoðanin staðfesti eisini, at á nógvum økjum, so sum at stýra atgongdum, broyta skipanir og skjalfesting, er gjørligt at hækka trygdarstigið nógv, uttan tað krevur stórvegis arbeiðsorku. Seinni í ár fáa løgtingsgrannskoðararnir eitt upprit frá Landsgrannskoðanini um KT trygdina hjá tí almenna. Uppritið verður eisini almannakunngjørt tá. Tað telur við í dóminum hjá Føroya rætti, at 45 ára gamli maðurin varð royndarleysgivin, tá hann framdi lógarbrotini, hann nú er dømdur fyri. Fyritøkur undrast á handfaringina hjá Taks, sum avgjørdi at taka av DÝRASTA tilboðnum, tá stovnurin skuldi keypa innbúgv til nýggju skrivstovuhølini á Skálatrøð. Okkara vøra stendur mát við allar standardir, sigur Christian Nagata, stjóri í Nema, sum átti nógv lægsta tilboðið, men kortini tapti kappingina. Um Fíggjarmálaráðið ikki ger skjótt av og tekur Taks av ræði í hesum málinum, so fer alt trúvirði úr almenna útbjóðingar politikkinum, sigur Birgir Andreasen, stjóri í Id Møblum. Málið er púra nýtt fyri mær og Fíggjarmálaráðnum. Eg havi biðið Taks um at geva mær eina frágreiðing beinanvegin, sigur Jørgen Niclasen. Í Klaksvíkar kommunu viðgera tey í hesum døgum, hvat skal gerast við vantandi trygdina í svimjihøllini, eftir at ein smádrongur herfyri mundi druknað í svimjihylinum. Vinnumálaráðið keypti sær uttanhýsis løgfrøðiliga ráðgeving fyri útvið 80.000 krónur, tá Landsstýrismálanevndin kannaði málið um Strandferðsluna og leiklutin hjá Johan Dahl, landsstýrismanni. Tað sæst í einum svari, sum Johan Dahl hevur givið Høgna Hoydal, tingmanni, í sambandi við nógv umrødda málið um játtanina hjá Strandferðsluni í 2013. Høgni Hoydal vildi hava at vita, um landsstýrismaðurin hevði keypt uttanhýsis ráðgeving og tænastur í sambandi við kanningarmálið um játtan og nýtslu hjá Strandferðsluni í fjør. Høgni Hoydal vildi eisini vita, hvør hevði ráðgivið og hjálpt landsstýrismanninum við tíðindaskrivunum, sum vórðu send út og løgd á heimasíðuna hjá Vinnumálaráðnum leygardagin 25. oktober. Hetta vóru tíðindaskriv, har Høgni Hoydal metir, at niðurstøðurnar hjá Landsstýrismálanevndini verða tulkaðar til frama fyri landsstýrismannin. Johan Dahl játtar, at Vinnumálaráðið hevur keypt uttanhýsis, løgfrøðiliga ráðgeving, sum hevur kostað 79.800 krónur. Tá er meirvirðisgjald ikki íroknað. Landsstýrismaðurin vil í svarinum ikki siga, hvør løgfrøðingurin er, sum hevur veitt løgfrøðiligu ráðgevingina. Onki navn verður nevnt í svarinum til Høgna Hoydal. Í svarinum sæst, at Johan Dahl fekk hjálp ymsastaðni at gera tíðindaskrivini til heimasíðuna hjá Vinnumálaráðnum tann 25. oktober. Umframt at fáa hjálp úr Vinnumálaráðnum, fekk hann eisini hjálp frá uttanhýsis løgfrøðiliga ráðgevanum. Og hann fekk haraftrat hjálp frá einum uttanhýsis fjølmiðlaráðgeva. Palli Gregoriussen, arktitektur, sum teknaði upprunaliga Listaskálan, og tað, sum seinni er bygt afturat, mælir frá at taka gamla bygningin niður, nú Listasavnið skal byggjast út. Men formaðurin í stýrinum fyri Listasavnið, Niels Christian Nolsøe, sigur, at gamli bygningurin er í so ringum standi, at tað loysir seg ikki at umvæla hann. Skotska fiskiveiðieftirlitið, Marine Scotland, avsannaði í gjár, at føroysk og norsk uppsjóvarskip hava fiskað innan fyri 12 fjórðinga markið við Hetland. Í heyst hava søgur gingið í Hetlandi um, at føroysk og norsk uppsjóvarskip hava fiskað innan fyri 12 fjórðinga markið við Hetland. Tað er ikki partur av avtaluni, sum ES, Noreg og Føroyar gjørdu um makrelin á grækarismessu, verður sagt. Ella Sloan M ller var tá fyri eini vanlukku, har hon bleiv kroyst millum ein bil og ein húsavegg, tá seks ára gomla dótturin setti seg á førarasetri í bilinum og snaraði lyklinum. Serliga undirkroppurin hjá Ellu Sloan M ller fór illa, og í drúgva tíð var hon bundin at einum koyristóli. Hóast tað eru 14 ár liðin, síðani vanlukkan hendi, verður hon hvønn dag mint á hendingina, tí Ella Sloan M ller livir við kroniskari pínu. Tað ber væl til at hava eitt gott lív, hóast mann er í tí støðuni, eg eri í. Jú, summir dagar eru strævnir at koma ígjøgnum, men eg eri bara takksom fyri, at eg eri her, sigur Ella Sloan M ller. Landsgrannskoðanin staðfestir, at eingi hagtøl eru, sum lýsa úrslitið av arbeiðinum at tryggja, at børn, sum hava fingið bú og viðgerðartilboð, fáa neyðuga hjálp og umsorgan. Landsgrannskoðanin heldur, at tað hevði verið skilagott, um tað almenna hevði kunnað víst á úrslit og árin av viðgerðini. Tí tað kundi givið ábending um, antin tað nyttar at brúka pengar til bú og viðgerðartilboð, ella um talan í veruleikanum bara er um bútilboð. Við hesi staðfesting byrjar niðurstøðan hjá Landsgrannskoðanini, sum hevur gjørt frágreiðing til løgtingsgrannskoðararnar um bú og viðgerðartilboð til børn og ung. Landsgrannskoðanin heldur eisini, at neyðugt er at greina, um verandi bú og viðgerðartilboð eru tey røttu. Sambært barnaverndarlógini skulu myndugleikarnir góðkenna leigusáttmálar, áðrenn børn og ung flyta inn í ein bústovn. Tað er tí ikki í lagi, at ein stovnur hevur virkað í hálvt triðja ár, frá 1.januar í 2012, uttan góðkendan leigusáttmála, sigur Landsgrannskoðanin. Í frágreiðingini stendur eisini, at Almannaverkið hevur síðani 2008 skrásett 18 fráboðanir um valdsnýtslu á samdøgursstovnum fyri børn og ung. Hesa vikuna í Barnaútvarpinum hoyra vit søgur, og vit hoyra um bøkur. Í vikuskiftinum verða bókadagar í Norðurlandahúsinum. Helle Thede Johansen hevur nú skrivað tríggjar bøkur um tey í 5.b. Í hesum sambandi verður skipað fyri einari spennandi skattaveiðu. Í brævi, sum nevndin í Parkinsonfelagnum hevur sent landsstýrismanninum í heilsumálum, vísa tey á at tað als ikki er nøktandi at føroyingar við parkinson einans hava møguleika at sleppa til serlækna innan neurologi og Parkinson einans 4 ferðir um árið tí læknin er bert í Føroum 2 dagar hvørja ferð, fýra ferðir um árið. Felagið heitur á landstýrið um at seta í verk tiltøk sum tryggja at føroyingar við parkinson fáa neyðugu viðgerðina. Aime Thomsen hevur búð í Athen i 20 ár og arbeiðir sum lærari har. Øll familjan var til til fótbóltsdystin fríggjakvøldið og fleiri teirra hildu við føroyska landsliðnum Elin Hentze, Magnus Johannesen og Hans Kristian Eyðunsson Hansen eru í løtuni í Keypmannahavn har tey kappast við aðrar íverksetarar. Tey trý vunnu kappingina StartUp Tórshavn, sum Íverksetarahúsið skipaði fyri og fingu tilboð um at umboða Føroyar í Keypmannahavn. Tey trý Elin, Magnus og Hans Kristian hava sett á stovn eina fyritøku sum arbeiðir við at framleiða 3D animeraðar teknifilmar við tilfari úr føroyskari søgu. Í løtuni arbeiða tey við at gera stuttfilmar um kópakonuna. Fiskimálaráðið hevur longu sett seg í samband við fiskivinnumyndugleikarnar í Bruxelles. Málið verður reist í morgin, tá samráðingar verða um makrelin, og tá sínámillum samráðingar um fiskiskap verða við ES fyrst í desember, sigur Jacob Vestergaard. Landsstýrismaðurin sigur, at Fiskimálaráðið leggur seg ikki út sakarmálið, sum verður í Lerwick 9. desember, har skiparin á Christiani í Grótinum er ákærdur fyri brot á tvær kunngerðir um fiskskap í ES sjógvi. Harðrendi felagsskapurin, Islamskur Statur, otar seg vestureftir, og hevur tikið fyrsta býin í Libya, upplýsir amerikanska sjónvarpsstøðin, CNN. Uppreistrarbólkar í Libya, sum stuðla IS, hava gjørt sær dælt av støðuni í Libya, eftir at Gadaffi varð rikin frá valdinum, og tað hevur givið felagskapinum fótafesti í Libya. IS hevur eisini stovnað fleiri venjingarlegur uttanfyri býin.Leiðarin í bólkinum, Abu Bakr al Baghdadi, boðaði í eini røðu, sum varð almannakunngjørd hósdagin, frá, at bólkurin hevur fingið fótin fyri seg í Libya, Egyptalandi, Jemen, Saudi Arabia og Algeria. Frammanundan hevur bólkurin tamarhald á stórum økjum í Irak og í Sýria. Bólkurin hevur útnevnt uvernørar í londunum, boðaði leiðarin frá. Bólkar, sum taka undir við Islamskum Stati, hava boðað frá, at teir hava støðir í Libanon, Pakistan og Afghanistan. Sambært leiðaranum, leggur bólkurin fyribils størstan dent á at fáa vald í hinum fimm londunum, sum hann sjálvur nevndi í røðuni. Har er undirtøkan størst, og har er bólkurin best fyri at gera um seg, upplýsir CNN. Tingið viðgjørdi seinnapartin ein ófráboðaðan fyirspurning um parkinson viðgerð, í kjalarvørrinum av einum innslagi í morgunsendingini í Útvarpinum í morgun um støðuna hjá parkinsonsjúklingum. Karsten Hansen svaraði, at tað er torført at fáa serlæknar í parkinson sjúku, men fyribils hevur eyndast fáa ein serlækna til Føroya fýra ferðir um árið. Og tað er eitt framstig, heædur landsstýrismaðurin. Ein almenn skipan við nógvum krøvum og eftirliti má gerast. Men fortreytin fyri tí er avgjørt, at játtanin í fíggjarlógini til náttúru og umhvørvisvernd hækkar. Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, í svari til Bill Justinussen, løgtingsmann, sum spurdi um skaðadjór og skaðaplantur, sum koma inn í landið. Sambært Fiskimálaráðnum eru nógvar lógir og kunngerðir. 11 eru nevndar í svarinum hjá landsstýrismanninum, sum skulu forða fyri, at plantur og djór, sum vit ikki vilja hava í Føroyum, koma hendanvegin. Men eingin skipan forðar fyri, at lógliga innfluttar plantur og djór brádliga eru leys í føroysku náttúruni. At týna fremmand djóra og plantusløg er sera krevjandi. Eingin almenn ella kommunal skipan finst í landinum at lofta hesum tíðarkrevjandi uppgávum, stendur í svarinum hjá Jacob Vestergaard. Besta og bíligasta loysnin er at fyribyrgja, at fremmand sløg koma inn í landið. Er breiður politiskur meiriluti fyri at raðfesta henda trupulleika fíggjarliga, so kann Fiskimálaráðið kanna, hvat til dømis Ísland hevur gjørt fyri at sleppa undan skaðadjórum og skaðaplantum, áðrenn lóggáva verður gjørd og ein skipan sett í verk fyri Føroyar, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður. Seinni í vikuni fáa løgtingsgrannskoðararnir eitt upprit frá Landsgrannskoðanini um KT trygdina hjá tí almenna. Uppritið verður eisini almannakunngjørt tá. Tølini vísa, at føroyingar og danir eru teir ídnastu veljararnir. Á seinasta løgtingsvali vóru útvið 90 prosent á vali í Føroyum, og tað sama var talið fyri fólkatingsval í Danmark. Í Finnlandi og Álandi eru teir minst ágrýtnu veljararnir. Har var valluttøkan umleið 67 prosent á seinasta vali, stendur í norðurlendsku hagtalsárbókini. Ísakalt er millum amerikanska og russiska forsetan, og handilskríggj valdar millum Russland øðrumegin og USA, ES og fleiri onnur vestanlond hinumegin. Føroya Landsstýri hevur gjørt av at fáa sum mest burtur úr opportunu støðuni, og nýggi føroyski sendimaðurin í Moskva er ein lyklapersónur at fáa gagnnýtt, at russisku dyrnar nú brádliga standa á gloppi fyri loksins at fáa fríhandilssáttmála gjørdan millum Føroyar og Russland. 397 børn í Føroyum hava trý ár á rað livað undir fátækraváðamarkinum, og hesi børnini eru tískil fátæk. Í Radaranum í dag spyrja vit, hvat tað ger við eitt barn at vaksa upp í fátækradømi, ber yvirhøvur til fáa mettuna fyri bara 20 krónur um dagin, og hvat eiga myndugleikarnir at gera fyri fátæku børnini í Føroyum Luttakarar Djóni Eidesgaard, leiðari í Barnabata Tjóðhild Patursson, 20 krónur um dagin átakið Bjørn Kunoy, sendimaður Føroya í Russlandi Landsgrannskoðanin hevur í nøkur ár gjørt vart við, at pedagogar í fullum starvi hjá Almannaverkinum arbeiða eyka fyri sama stovn, uttan at fáa yvirtíð fyri tað Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum, sum hevur sáttmála við Pedagogfelagið, helt í februar 2011, at tað var ikki heilt í samsvari við ásetingarnar í sáttmálanum. Men tað var ein fyrimunu r fyri bæði stovnin, arbeiðsgevaran, og løntakaran. Viðhvørt gera starvsfólk og stovnsleiðari avtalu um eyka arbeiði uttan yvirtíðarløn. Men verður álagt fólki at arbeiða yvir, fáa tey yvirtíð fyri tað. Landsgrannskoðanin undrast á, at Almannamálaráðið ikki heldur tað hava størri týdning at halda sáttmálan enn at lata stovnsleiðarar avgera, um pedagogar fáa yvirtíðarløn fyri yvirtíðararbeiði. Í oktober í ár heitti Almannamálaráðið so á Fíggjarmálaráðið um at taka støðu til málið. Í 2010 staðfesti Landsgrannskoðanin, at í nógvum førum høvdu heilsuhjálparar og heimahjálparar ikki fingið eftirløn goldna fyri fyrsta árið í starvinum. Landsgrannskoðanin helt hetta vera brot á sáttmálan millum Heilsuhjálparafelagið og Fíggjarmálaráðið. Trý ár seinni, í oktober í fjør, var málið ikki avgreitt. Landsgrannskoðanin helt tað vera átaluvert, at Almannamálaráðið ikki hevði avgreitt málið. Ferðavinnan skal vera við til at bjarga grønlendska búskapinum. Tað tykjast fleiri politikarar at verða samdir um upp undir landstingsvalið, sum verður í næstu viku. Ein uppgerð vísir, at árliga vitja 60.000 ferðafólk í Grønlandi, og tveir triðingar av teimum eru danir. Ætlanin er at fáa talið tvífaldað, so meira fæst burturúr. Uppgerðin vísir eisini, at tey vitjandi leggja 334 milliónir krónur eftir seg í Grønlandi um árið, og tað ætla politikararnir at tvífalda. Grønland hevur stóran tørv á fleiri inntøkum, tí búskapurin er á skeivari leið, tí inntøkurnar svíkja. Danmarks Radio skrivar, at hallið á grønlendsku fíggjarlógini er umleið eina milliard krónur Tær ætlaninar hava víst seg at taka nógv longri tíð enn mett, og tí er tað serliga ferðavinnan, sum setur dám á grønlendska landstingsvalið hesaferð. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum kravdi eina frágreiðing frá Taks, eftir at stovnurin hevði tikið av dýrasta tilboðnum av skrivstovumøblum til skrivstovurnar á Skálatrøð. Í tveimum sendingum, fer sjónvarpið at lýsa ein part av Sumbiarbjørgunum. Í fyrru sendingini fara vit við sumbingum í feitilendi og skorar undir Beinisvørði við veðrum og lombum. Farið varð seinast í mai og fyrst í juni mánað, alt eftir veðri og gróðri. Um somu tíð var eisini vanligt at taka lomvigaregg og í samband við upptøkurnar fingu sumbingar loyvi at ræna einari av gomlu rókunum. Albert Djurhuus og Andreas Thomsen siga frá. Í samband við at barnarættindasáttmálin hevur verið til í 25 ár, er evnið í dag barnarættindi. Katrin, sum arbeiðir hjá Amnesty International greiðir frá. Victoria og Marianna, sum ganga í 6. flokki í skúlanum við Løgmannabreyt, siga sína hugsan. Løgtingið varð biðið um eykajáttan til Skúvoyarskipið í september í fjør, í fíggjarlógini fyri 2014 og so aftur í eykajáttan í mars í ár. Í uppskotinum um eykajáttan í mars í ár, skrivar Strandferðslan, at tað letur til, at ísetingin av nýggju motorunum av misgáum ikki er komin við í játtanarumbønina . Landsgrannskoðanin heldur tað vera undrunarvert, at íseting av motorunum ikki varð tikin við í kostnaðarmetingina, fyrr enn biðið varð um eykajáttan í mars 2014, tí umbønir um játtanir til sama mál høvdu verið viðgjørdar í løgtinginum tvær ferðir áður. Enn eitt dømi um strævna samskiftið millum Vinnumálaráðið og Strandfaraskip landsins sæst í ársfrágreiðingini hjá Landsgrannskoðanini fyri 2013. Í oktober í ár greiðir Vinnumálaráðið frá, at Vinnumálaráðið eisini undraðist stórliga á, at ein slík sjálvsøgd útreiðsla ikki er tikin við. Vinnumálaráðið hevur havt nógv samskifti við Strandfaraskip landsins um júst Sildberan og fingið nógvar detaljeraðar útgreiningar av kostnaðunum. Tvørturímóti hava Strandfaraskip landsins mótvegis Vinnumálaráðnum og Fíggjarnevndin váttað, at umbidna játtanin eftir bestu sannføring fór at halda. Leiðslan á Landssjúkrahúsinum ætlaði í summar at steðga øllum nýggjum viðgerðum við 10 ymiskum sløgum av heilivági fyri eitt nú gikt, tarmsjúku og krabbameini. Endamálið var at spara pening. Tað eru umleið 140 giktasjúklingar í Føroyum, sum hava tørv á hesum heilivági, og tað kostar umleið 100.000 krónur um árið fyri hvønn. Í gjár boðaði Heilsumálaráðið frá, at landsstýrismaðurin hevur tryggjað 2,5 milliónir krónur í eykajáttan til heilivág, og tí fáa øll tann heilivág, teimum tørvar, sigur Heilsumálaráðið Johan Dahl, landsstýrismaður, hevur svarað Bill Justinussen, løgtingsmanni, sum spurdi, hví lønarútreiðslurnar hjá Arbeiðsloysisskipanini eru meiri enn tvífaldaðar síðani 2009. Ein orsøk er, at virksemið hjá ALS er broytt og krevur nú fólk við hægri útbúgvingum. Tey fáa meira í løn enn skrivstovufólk. Og í 2013 rindaði ALS tvær stjóralønir, tí stjóraskifti var. Seinastu árini hevur verið trupult hjá ungum fólki at sleppa í læru. Tí hevur ALS tikið tríggjar lærlingar, hevur Johan Dahl fingið at vita frá ALS. Við Stovugentunum verður fyri fyrstu ferð høvi hjá almenninginum at vitja forkunnugu Kommandørhúsini, sum Føroyar hava yvirtikið frá danska hernaðarvaldinum. Men húsini verða nógv meira enn bara eitt hølið at framføra í, tí Kommandørhúsini og eftirkríggstíðin, tá húsini vórðu bygd, verða spunnin inn í søguna. Tey gerast premissin fyri allan leikin. Í síni nýtulking av leikritinum flytir Tvazz seg sostatt til ein nýggjan hátt at skapa leikverk. Leikurin Stovugentirnar eftir Jean Genet er ein ræðandi søga um tær báðar stovugenturnar Claire og Solange, sum tæna í húsinum hjá Madame. Leikurin snýr seg fyrst og fremst um teirra ófrættakenda rolluspæl. Tríggir mans hava nú meldað seg til at rógva millum Skotland og Føroyar saman við Livari Nysted. Men har eru pláss fyri fleiri Livar Nysted sóknast eftir seks føroyskum rógvarum at manna bát komandi summar, tá ætlanin er at rógva úr Skotlandi til Føroyar og áhugin er stórur. Men tað er ikki uttan viðmerkingar frá Fíggjarnevndarlimum, bæði í samgongu og andstøðu, hóast øll Fíggjarnevndin mælir til at samtykkja uppskotið um eykajáttan. Bill Justinussen í Miðflokkinum hevur undrast á, at útreiðslur til kanningarstjóra ikki kunnu ásetast, áðrenn kanningin verður sett í verk. Eftir galdandi skipan ásetir kanningarstjórin sjálvur prísin. Og løgtingið er bundið at gjalda, sama hvør játtanin er í fíggjarlógini. Bill Justinussen mælir til at endurskoða heimildirnar hjá Landsstýrismálanevndini í stýriskipanarlógini. Hóast lítið hugaligt, verður mælt til at samtykkja uppskotið, sigur Bill Justinussen í álitinum hjá Fíggjarnevndini. Kristina Háfoss í Tjóðveldi og Aksel V. Johannesen og Eyðgunn Samuelsen í Javnaðarflokkinum halda eisini, at neyðugt er at endurskoða, hvørjar treytir løgtingið og løgtingsformaðurin seta, tá kanningar verða settar í verk. Eitt nú átti løgtingsformaðurin, sum setir kanningarstjórar, skjótast møguligt at lagt kostnaðarmeting og kostnaðarkarm fyri løgtingið. Tey halda ikki, at Annfinn V. Hansen, sum var kanningarstjóri í okkurt um tveir mánaðir, átti at fingið pengar fyri sítt arbeiði. Serliga tí enn er einki gjørt fyri at staðfesta endaliga, um løgtingið er bundið av at rinda rokningina, 63.000 krónur Annarhvør føroyingur hevur tørv á D vitaminum. Fáa vit nóg mikið av D vitaminum, kann tað elva til eitt nú beinbroyskni, diabetes, tunglyndi og í ringasta føri krabba. Orsøkin til vitamintrotið er, at vit fáa ov lítið av sól í Føroyum, og tað ger ongan mun at ganga úti í sólini frá september til apríl, sigur Jens Andreasen, lækni. Jákup Haraldsen varð borin í heim í Elduvík 2. november 1891 og setti sær fyri at seta á stovn nýtt handilsvirkið í Fuglafirði. Væl stuðlaður heimanífrá bygdi hann sethús og krambúðarbygning á Bugnum í Fuglafirði og tann 25. november 1914 læt hann handilin upp. Hetta var byrjanin til eina ríka handilssøgu úr Fuglafirði, har familjan Haraldsen hevur verið við frá byrjan til dagin í dag. Fundurin er í Bergen. Ísland er ikki boðið við á fundin. Ísland er ikki við í semjuni, sum ES, Noreg og Føroyar gjørdu um makrelin á grækarismessu í ár. Sambært semjuni hjá ES, Noreg og Føroyum er býtið millum londini ásett fyri fimm ár. Men semja er ikki um, hvussu stór heildarkvota skal býtast í 2015. Semjan millum ES, Noreg og Føroyar sigur, at Føroyar eiga 12,60 prosent av kvotuni, sum er býtt millum londini í semjuni. Londini býttu 84,40 prosent av heildarkvotuni millum sín og settu 15,60 prosent av til Ísland, Grønland og Russland. Tilmælið hjá ICES, Altjóða havgranskingarstovnurin, um makrelkvotu í 2015 er 831.000 til 906.000 tons, sum eru okkurt um 100.000 tons minni enn í ár. Ætlanin er at finna eina semju í dag ella í morgin. Ein av niðurstøðunum av málinum um bústaðir til sálarsjúk við Íslandsvegin í Havn er, at ferð má setast á arbeiðið at útvega nøktandi bústaðarkarmar, bæði kring landið, men ikki minst í miðstaðarøkinum. Almannamálaráðið hevur heitt á Almannaverkið um at gera eitt yvirlit yvir tørv á vardum bústøðum. Yvirlitið skal umfata bíðilista, málbólk og staðseting. Annika Olsen sigur, at tað er ikki ein gongd leið at hava vardar bústaðir í umbygdum sethúsum. Tí er umráðandi fáa nøktandi bústaðarkarmar, bæði hjá teimum, sum longu eru í skipanini, men eisini hjá teimum, sum standa á bíðlista at fáa bústað. Av tí at búfólk vórðu kunnað um, hvørjar ætlanir Almannaverkið arbeiddi við, og at komið var so mikið væl áleiðis við fyrireikingunum, hava Almannaverkið og Bústaðir avtalað at halda fram við arbeiðnum at skipa tilboð á Íslandsvegi 22, sigur Annika Olsen í svarinum til Rigmor Dam. Hjørdis Háberg og Dánjal Petersen hava búð í nøkur ár í Onglandi. Har hava tey havt sína gongd í eini øðrvísi kirkju. Nú eru tey samkomuleiðarar í Evangeliihúsinum í Havn og vilja tey fegin royna nakað meiri modernað og nýtt í Havn. Íblásturin hava tey úr Onglandi. Eingir pengar vóru á heilivágskontuni, og ti hevði leiðslan einki í at velja, tá hon tann 3. juli sendi serlæknunum á Landssjúkrahúsinum ein teldupost um, at øll viðgerð av nýggjum sjúklingum við ávísum sløgum av heilivági skuldi steðgast, sigur Sigurð Ó. Vang, stjóri á Landssjúkrahúsinum. Løgtingið játtaði 2,5 milliónir krónur eyka til heilivág í farnu viku, og tískil gjørdist tað ikki aktuelt at steðga viðgerðini við teimum 10 sløgunum av heilivági, sum millum annað rakti fólk við gikt, krabba og tarmsjúkum. Tað ásannar stjórin í Taks, Eyðun Mørkøre, sum hevur tikið ordran aftur og ikki keypir innbúgv frá fyritøkuni Stokholm, sum átti dýrasta tilboðið Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum kravdi eina frágreiðing frá Taks, eftir at Taks hevði tikið av dýrasta tilboðnum um innbúgv til skrivstovurnar á Skálatrøð. Í løgtinginum er aðalorðaskifti um barnarættindi, sum tekur støði í eini frágreiðing, sum Annika Olsen, landsstýriskvinna, legði fyri tingið um dagarnar. Frágreiðingin er ein støðulýsing av barnarættindunum í Føroyum. Og í sínum lagi vísir felagsskapurin Í menniskjum góður tokki á, at tørvur er at seta barnafátækradømi á breddan. Felagsskapurin vísir á, at 533 børn í Føroyum liva í 300 av teimum fátækastu barnafamiljunum í landinum. Og í hesum familjum hevur hvør familjulimur bara 20 krónur at liva fyri um dagin. Dánjal Petur Højgaard er 66 ára gamal og fekk góðkenning sum serlækni í almennum medisini í 1995. Seinastu árini hevur hann starvast sum kommunulækni í Havn, og frammanundan var hann lækni í Sandoynni í 10 ár. Tí, at vera operasangari er ikki nakað heilt vanligt arbeiði. Ein fer hagar arbeiði er, og uppgávur eru at fáa. Til dagliga starvast Rúni Brattaberg í einum operahúsi í Mainz í Týsklandi, men í summar fekk hann møguleikan at syngja í eini Wagner operu á einum stórum operafestivali í Finnlandi. Sjónvarpið var við, tá Rúni fór á pallin. Í sendingini verður eisini prátað við Rúna um tey krøv, ið verða sett einum operasangara, og um hví føroyingar hava so trupult við at leypa úti tað og royna seg uttanlanda. Gjaldførið hjá Elektron er vánaligt, og tað er versnað seinastu trý árini. Hallið í fjør var slakar 20 milliónir krónur Óvanligar eyka kostnaðarføringar vóru í fjør fyri 17 milliónir, og tí er veruliga rakstrarhallið 2,8 milliónir krónur Nógv færri ársverk Tað ber ikki til neyvt at siga, hvussu nógv færri arbeiðspláss eru á Elektron, síðani bankarnir fóru at flyta KT virksemið av landinum. 2010 vóru 94 ársverk, men í ár eru 62 ársverk. Høgni Hoydal spurdi, hvussu nógv tað hevur kostað eigarunum av Elektron tað eru landsstýrið og peningastovnarnir at alt KT virksemið er flutt av landinum. Jørgen Niclasen hevur sent spurningin víðari til peningastovnarnar, men teir siga seg ikki kunna svara, tí talan er um upplýsingar, sum eru fevndar av tagnarskyldu mótvegis KT veitaranum og um innanhýsis trúnaðarupplýsingar. Arbeitt verður við at leggja skattaskipanirnar á ein nýggjan pall, sum skal gera raksturin bíligari. Verkætlanin kostar landinum slakar 15 milliónir krónur Harumframt er hálv onnur millión nýtt til forkanning í 2012. Væntandi verða spardar fýra milliónir krónur um árið, sigur Jørgen Niclasen. Tróndur hevur fylgt við Dansifelagnum í Havn, síðani hann var smádrongur. Foreldrini vóru við frá teimum fyrstu árunum, og hann minnist á løtur undan og eftir veitslur, frá bygdafólki sum komu til Havnar at dansa og umboðaðu nakað serstakt, sum kanska ikki eyðkennir dansin í dag. Hvørt ár missa ung antin foreldur ella systkin við deyða. Mangan var sjúkralegan drúgv, og tey ungu, sum sita eftir, dragast við strongd og stóra sorg. Sorgarbólkurin Berin gevur børnum og ungum, sum hava mist, høvi at hitta javnlík og tosa um sorgina. Eftir at hava hoyrt og sæð sangin og videolagið Chick Chick hjá Wang Rong ber illa til at siga annað, enn sum mann sigur á góðum enskum WTF Kinesiska Wang Rong er klár til at bergtaka internetið við Chick Chick . PSY gjørdi tað í 2012 við sínum Gangnam Style , ið hevur hyggjaramet á Youtube. Norska duoin Ylvis kom í fjør við What Does the Fox Say , og nú sær tað nokk út til, at vit koma til at dansa sum hønur á dansigólvunum komandi vetrarnæturnar. Felags fyri hesar tríggjar sangirnar er, at teksturin onga meining gevur, og at ein eyðkendur, løgin og stuttligur dansur er afturat. Mann kann ikki kalla tekstin hjá Wang Rong nakað serliga poetiskan ella filosofiskan hetta er innihaldið av tekstinum Mamma høna, mamma høna , Lítli høsnarungi, lítli høsnarungi , Hani, Hani og Hvør stjól mítt høsnafóður . Restin av tekstinum er bara djóragákan og ýl. Stórir miðlar, sum millum annað ABC News, spáa Chick Chick at verða tann næsta Gangnam Style . Á kinesiska svarinum til Youtube, Youku , hevur lagið longu fingið milliónir hyggjarar, so nú er tað nokk bara ein spurningur um tíð, nær hetta verður ein landaplága í Føroyum. Hvat heldur tú Er hetta ein miseydnað roynd upp á at herma eftir PSY og Ylvis, ella fert tú at dansa til Chick Chick , næstu ferð tú hoyrir hann í býnum Maðurin, sum búði í Funningsfirði, var sjálvur annar komin heim av útróðri. Hann fór úr bátinum niðan í neystið eftir onkrum, men bráddliga sær hin maðurin hann liggja í sjónum. Politiið fekk fráboðanina klokkan sjey minuttir í seks í gjárkvøldið. Ikki ber til at siga, hvat er hent, men líksýn verður í dag fyri at staðfesta, hví maðurin doyði. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, og íslendski starvsbróðir hansara, Sigurður Ingi Jóhannsson, skrivaðu í gjár undir sínámillum fiskiveiðuavtalu fyri næsta ár. Føroyska botnfiskakvotan undir Íslandi verður framhaldandi 5.600 tons tilsamans, harav toskakvotan verður 1.375 tons og brosmukvotan 750 tons. Føroyska lodnukvotan fyri vertíðina 2014 2015 verður 30.000 tons, um heildarkvotan verður 500.000 tons ella meir. Verður heildarkvotan minni enn 500.000 tons, verður føroyska kvotan 5 av heildarkvotuni. Føroysk skip kunnu virka 2 3 av kvotuni til matna, men eftir 15. februar avmarkað til 1 3. Er kvotan undir 500.000 tons, kunnu tilsamans virkast til matna, men tó ikki meir enn 1 3 eftir 15. februar. Íslendska makrelkvotan í føroyskum sjógvi í 2015 verður framhaldandi 1.300 tons, og kvotan av aðrari sild enn norðhavssild verður eisini óbroytt, 2.000 tons. Semja var um at halda fram við skipanunum um, at skipini fáa atgongd at fiska norðhavssild og svartkjaft hvør hjá øðrum. Íslendsk skip kunnu fiska sínar kvotur í føroyskum sjógvi og føroysk skip sínar kvotur í íslendskum sjógvi. TAKS kann bara strika MVG skuld, tá tann, sum skyldar, hevur fingið játtaða skuldarumlegging, skuldarsanering, ella um felagið er strikað í partafelagsskránni. Og í oktober í fjør boðaði landsstýrismaðurin í fíggjarmálum Landsgrannskoðanini frá, at heimildirnar í lógini verða brúktar. Millum annað kann TAKS taka skrásetingina frá virkjum, so eftirstøðan hjá teimum ikki veksur. Í dag eru vit á Bókadeild Føroya Lærarafelags. Her greiðir Beinta Johannesen frá bókadøgunum í Norðurlandahúsinum. Har er nógv spennandi á skránni. Vørurnar hava eisini vakt ans uttanlands, og í hesum sambandi er ætlanin at fáa allar framleiðarnar við í eitt felags útflutningsátak. Leiðslan á Landssjúkrahúsinum vendir trýstinum skeivan veg, tá hon áleggur læknunum at taka støðu til, um summir sjúklingar skulu fáa viðgerð og aðrir ikki. Silvia Maria Gullaksen og Kertin Ovadóttir Nysted eru báðar í vangamyndini hesaferð. Tær eru í Hattarvík á Fugloynni. Og har kann verða nógv at síggja. Ein gullheyggur er har, og eisini er eitt fjørutrøll í Hattarvík. Og so mínar Damur og Harrar Hundurin hesaferð líkist ja, hvørjum tað er nokk so ringt , men so til endans er tað einki fyri. Og núúúúúúú er gyklarin í køkinum. Hann gyklar við einum glasi og eini ballón. Og enn einaferð gevur skorin frukt góð hugskot. Tað er Kob, sum dugir so væl at skera og læra Felisiu og øll onnur, sum tíma at gera øðrvísi matpakkar ella bjóða vinfólki. Nýútbúnir føroyingar, sum hava lisið í Danmark, kunnu nú flyta heim til Føroya at leita sær eftir arbeiði og samstundis varðveita sín danska arbeiðsloysisstuðul í tríggjar mánaðir tann sokallaða dimitend stuðulin. Hetta varð veruleiki, tá Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, og danski arbeiðsmálaráðharrin, Henrik Dam Kristensen, skrivaðu undir avtaluna á norðurlendskum ráðharrafundi í Keypmannahavn í gjár. Í dag klokkan trý letur ein øðrvísi listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík í Havn. Myndevnini eru kendir og nýggir skapningar úr teknirøðum. Listamaðurin eitur Marius Christophersen. Hann er einans 10 ára gamal. Finnur Koba hitti hann seinnapartin í gjár, tá hann, stóribeiggin og pápin hongdu myndirnar upp Oddvør Skarðhamar hevur verið til handils fyri morgunsendingina og uppgávan hon hevði fekk frá okkum var at keypa mat til eina mammu sum var einsamøll við tveimum børnum. Oddvør skuldi keypa mat fyri 60 krónur fyri at vita um hendan familjan kundi fáa nóg nógv at eta í ein dag. Men tað bar ikki til. Tórshavnar býráð samtykti 22.mai at broyta byggisamtyktina fyri Karlamagnusarbreyt, so ovasti parturin, millum Rólantsgøtu og Ólivantsgøtu, verður brúktur til bústaðir. Og í gjárkvøldið samtykti býráðið so at lata stykkini til átta tvíhús. Grundstykkini verða boðin hvørt sær fólki á bíðilistanum. Síðani noyðast tey, sum eiga tvíhús, at semjast um byggingina. Men treytir um vegg millum húsini, hæddir og annað verða tinglisnar í skeytinum. Kommunan skal gera eina útstykkingarætlan, og tá stykkini eru lutað út, verður eigarafelag gjørt, sum skal standa fyri at gera verkætlanina. Úrvalið var fjølbroytt á mentanarcaf ini hesa ferð. Stanley og AVE framførdu tónleikin, Jógvan Isaksen var høvuðsgestur, Heðin M. Klein, Oddfríður M. Rasmussen, Sissal Kampmann og Vagnur Streymoy lósu upp úr egnum verkum. Niels Jákup Thomsen úr Bókadeild Føroya Lærarafelags og Martin Næs úr Mentamálaráðnum fingu høvið at greiða frá royndunum hjá almennu Føroyum at breiða føroyskar bókmentir longur út í heim. Prátað varð eisini við Ingun Christensen og Lydiu Didriksen um barna og ungdómsbókmentir, og við Hanna Bjartalíð um serligu ljósinstallasjónina kring Norðurlandahúsið. Allur makrelurin og øll norðhavssildin, sum føroyingar hava fiskað í ár, eru landað í Føroyum. Bara eittans undantak er, Finnur Fríði landaði 812 tons av makreli og 26 tons av norðhavssild í Selje í Noregi. Fyri hendan fiskin fekk landskassin tríggjar krónur fyri kilo í tilfeingisgjaldi fyri makrelin og 2,50 krónur fyri sildina. Uppsjóvarvirkinum í Føroyum hava fingið góð 24.800 tons av norðhavssild og okkurt um 130.000 tons av makreli frá føroyskum skipum í ár. Við verandi gongd fer prísurin at fylla alt, tá tað almenna skal keypa inn. Harvið er vandi fyri, at fokus fer frá, hvønn tørv kundin hevur. Eg má halda meg til fíggjarkarmin, sum eg havi at virka innanfyri. At tað elvir til ørkymlan og strongd, viðurkenni eg, men eg vóni at finna eina loysn. Tummas í Garði, fyrrverandi læknastjóri, sigur, at hugsað verður meiri um bókhald enn læknafakliga spurningin. Pero Sore, giktalækni, hevur einsamallur ábyrgdina av 1500 sjúklingum. Hann heldur, at tað var ein provokasjón at fáa vita Samtak og Starvsmannafelagið, sum hava havt uppskotið til hoyringar, siga, at skipanin hevur riggað væl, og eigur at verða varðveitt. Samtak sigur, at skipanin ger, at fólk, sum ikki eru á arbeiðsmarknaðinum, kunnu fáa starvsroyndir. Starvsvenjingin er ein lopfjøl, sum fleiri hava fingið gagn av. Skipanin er fíggjarliga neutral tað er, at hon kostar einki og tí er ikki neyðugt at taka hana av, uttan so at ein betri skipan verður sett í gildi, siga feløgini í Samtaki. Starvsmannafelagið sigur, at farloyvisskipanin hevur verið gagnlig, og hevur tænt sínum endamáli. Hóast hon ikki verður brúkt so nógv í løtuni, er ikki rætt at taka hana av. Heldur eigur skipanin møguliga at verða endurskoðað og lagað til, sigur Starvsmannafelagið. Týsdagin eru Vinnuhúsið, fakfeløg, ALS stýrið og Johan Dahl, landsstýrismaður, biðin um at koma á fund at siga sína hugsan um málið fyri nevndini. Bárður Nielsen í Skopun er elektrikari á norska skipinum Bourbon Orca, og teir hava fleiri ferðir í summar og í heyst tikið nógv flóttafólk upp, fólk, sum í skirvisligum bátum verða sigld úr Norðurafrika til Evropa, har tey vóna at fáa eitt betri lív uttan krígg og fátækdømi . Seinasta árið hava skip í Miðjarðarhavinum tikið meira enn 100.000 flóttafólk upp, og Amnesty International heldur, at higartil í ár eru 2.500 fólk deyð á ferðini, og tað talið er metstórt, verður sagt. Bárður hevur skrivað frágreiðing til norska reiðaríið um tær hendingar, honum og manningini á Bourbon Orca hava verið fyri í summar við myndum, ið eru tiknar, tá teir hava bjargað ella hjálpt fólki. Bourbon Orce er liggur hjá einum oljuboripalli í Miðjarðarhavinum, men hoyra teir neyðarkall ella verða bidnir um at fara til hjálpar, Í løtuni er Bárður heima, og í kvøld fer hann at siga frá tí, hann og manningin á ankar og veitingarskipinum Bourbon Orca hava verið fyri, meðan í Miðjarðarhavinum. Vertur í Vangamyndini er Bogi Godtfred. Nú varð so roynt at gera tað á ein annan hátt við serligari frágreiðing, sum er eitt upprit til løgtingsgrannskoðararnar um tvørgangandi kanning av KT viðurskiftum. 14 stovnar og aðalráð vórðu kannað. Elis er ikki einsamallur vertur. Hann hevur fingið vitjan av Hrafnhildur Halldórsdóttir, sum er vertur á morgunsendingini í íslendska útvaprinum. Arbeiðið at byggja nýtt skip til Nólsoyarleiðina verður boðið út í januar, sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandfaraskipum landsins. Landsstýrismaðurin í vinnumálum fekk heimild frá løgtinginum at brúka í mesta lagi 50 milliónir krónur til ferjuna, sum tá, í februar í fjør, eftir ætlan skuldi setast í sigling í 2015. Nýggja nólsoyarferjan skal taka 170 ferðafólk um summarið og 90 um veturin. Pláss verður fyri 10 12 persónbilum og tveimum lastbilum. Londini eru samd um at hittast í Føroyum tíðliga komandi ár, har farið verður undir samráðingar um eina umsitingarætlan fyri makrel fyri næstu árini. Í farnu viku varð ein av ráðgevum hennara, Gísli Freyr Valdórsson, dømdur 2 mánaðar fongsul og sjey mánaðar treytaða fongsulsrevsing fyri at hava likið trúnaðarskjøl úr innanríkisráðnum til fjølmiðlar. Talan er um skjøl í einum máli um ein mann, sum hevur søkt um friðskjól í Íslandi. Í kjalarvørrinum av dóminum í farnu viku, hevur Sjálvstæðisflokkurin boðað frá, at hann framvegis stuðlar henni sum innanríkisráðharra. Beint eftir at dómurin var kunngjørdur, segði hon í samrøðu við fjølmiðlar, at hon fer úr politikki, tá hetta valskeiðið er runnið. Tvær ferðir er hann komin til Føroya at taka um endan, eftir at føroyskir bankar eru farnir á húsagang. Í sjónvarpsstovuni vitjar fyrrverandi bankastjórin, Jørn Astrup Hansen. Umframt Astrup hitta vit eisini Valdemar Tjørnudal, sum hevur verið hermaður í Afghanistan, og sum í mai 2008 koyrdi á eina vegbumbu og fekk varandi mein. Til seinast hitta vit Heiðu Gunnarsdóttir Nolsøe, sum er í uppskoti at gerast ársins ungi íverkseti í Danmark fyri eina nógv eftirspurda ruskspann. Lopfjølin er eitt átak sum Margarinfabrikkin hevur skipað fyri, í samstarvi við Barnaverndina, Mentamálaráðið og sosialu deild í Tórshavnarkommunu. Átakið er fyri ung, ið hava trupulleikar við fólkaskúlanum. Røddin var niðri í Margar, og har prátaðu vit við Dagmar Clothier og Elin Jacobsen, námsfrøðingar og kontaktpersónar hjá næmingunum á Lopfjølini. Til síðst ummælir Katrin Dahl Hanusson, skrivari hjá Røddini, nýggju ungdómsskaldsøguna hjá Hanus Samró. Bókin kallast Ein dagføring Veðragjólingar 1. Virðisløn Jóhan Petur Kjærbo, Høvdarhagi Heimaripartur, Skopun 2. Virðisløn Jústines Justinussen, Hegnið, Skáli 3. Virðisløn Júst Rubeksen, Húsahagi, Tórshavn Veturgamlir veðrar 1. Virðisløn Jústines Justinussen, Hegnið, Skáli 2. Virðisløn Antines Iversen, Frammihagi, Kvívík 3. Virðisløn Tummas í Niðristovu, yngri, Heygahagi, Innarahelvt Eldri veðrar 1. Virðisløn Thorvald Lútsen, Syðradalshagi, Sunnaripartur 2. Virðisløn Tórálvur Danielsen, Hjallahagi, Glyvrar 3. Virðisløn Óli í Hjøllum, Porkeri Á hvørjum heysti eru seyðasýningar úti um landið, har sýnarar døma seyðin og velja teir vakrastu seyðirnar, sum síðani verða sýnaðir av útvaldum sýnsmonnum frá Búnaðarstovuni. Teir ferðast um landið og sýna hesar seyðir. Somuleiðis taka teir myndir og videofilm av seyðunum, og aftaná savnast teir á Búnaðarstovuni at avgera, hvørjir seyðir eru ávikavist nummar 1, 2 og 3 í hvørjum av bólkunum veðragjólingar, veturgamlir veðrar og eldri veðrar. Landsstýrismaðurin í vinnumálum fekk heimild frá løgtinginum at brúka í mesta lagi 50 milliónir krónur til ferjuna, sum tá, í februar í fjør, eftir ætlan skuldi setast í sigling í 2015. Nýggja nólsoyarferjan skal taka 170 ferðafólk um summarið og 90 um veturin. Pláss verður fyri 10 12 persónbilum og tveimum lastbilum. Ikki nógvur vinnulesnaður er á marknaðinum í løtuni, og tí halda vit sum útgavarar, at bæði tørvur og pláss er fyri einum slíkum blaði við áhugaverdum vinnutilfari, sigur Høgni Thomsen, viðskiftastjóri í Sp f Censure, ið gevur blaðið út. VINNULÍVIÐ, ið verður latið ókeypis í allar vinnupostpoksir í Føroyum, kemur ætlandi út fimm ferðir um árið, og næsta utgávan kemur í februar. Í fyrstu útgávuni verður millum annað hugt eftir ferðavinnuni, sum hevur sett met í vitjanum í ár. Somuleiðirs er frásøgn frá skúladeplinum við Marknagil og prát við stjóran í SMS. Í brævinum sigur felagið, at teir umleið 1500 giktasjúklingarnir í Føroyum hava kent seg tryggar og í góðum hondum við verandi giktalækna í føstum starvi. Felagið krevur, at giktalæknin fær góð kor at virka undir og nøktandi arbeiðisviðurskifti yvirhøvur, so at hann kann verða verandi í starvinum Í brævinum skriva tey millum annað, at tey fegnast um, at tað á komandi fíggjarlóg eru settar sjeyhundraðtúsund krónur av, men tey skriva eisini, at Tó mugu vit sum felag sláa fast, at føroyska filmsumhvørvið stendur við eitt vegamót. Um vit skulu flyta okkum frá primert at framleiða stuttfilmar við óløntari arbeiðsmegi, til at hava eina føroyska filmsvinnu, við inntøkum og altjóða spælifilmssølu, so restar enn ein størri fíggjarkarmur í, fyri at gera hetta møguligt. Til seinast í brævinum til fíggjarnevndina skriva Føroysk Filmsfólk Vit hava fólkini, kunnleikan og útgerðina til at seta hol á eina føroyska filmsvinnu. Tað sum restar í eru fíggjarligu karmarnir til at framleiða filmar á altjóða støgi. Eftirlýsingin, sum politiið sendi út í gjár í samband við innbrotið í Teldutænastuni fríggjanáttina, hevur eftir øllum at døma riggað. Við góðari hjálp frá borgarum, handtók politiið í nátt tveir persónar, sum høvdu framt innbrotið í Teldutænastuna fríggjanáttina, skrivar politiið í tíðindaskrivi. Sambært politinum hava báðir persónarnir nú játtað seg sekar í skuldsetingini. Persónarnir vórðu handtiknir á bústaðnum hjá tí eina, og undir húsarannsóknini aftaná fann politiið flestu lutirnar frá innbrotinum. Tað er ikki endaliga uppgjørt, hvat virðið á stolnu lutunum er, skrivar politiið. Politiið metir málið at vera upplárað, og vil senda ein stóra tøkk til borgararnar. 59 ára gamli Ricky Jackson varð í 1975 dømdur fyri at hava dripið ein mann í býnum Cleveland, Ohio. Men nú 39 ár seinni viðgekk vitnið, Eddy Vernon, at hava logið. Orsøkina segði vitnið vera, at løgreglan hevði lagt trýst á hann undir avhoyring. Eddy Vernon var barn, tá ið hann vitnaði. Rangi vitnisburðurin hevði við sær, at Ricky Jackson var dømdur til deyða. Seinni varð slík revsing í Ohio broytt til fongsul fyri lívi. Hóast hann hevur sitið ósekur handan rimar meiri enn ein mansaldur, var Ricky Jackson ikki beiskur, tá ið hann varð leyslatin. Eg takki dómaranum fyri at hava farið fram rættvíst og óheft. Eg takki eisini ákærvaldinum fyri at verið álítandi, og fyri at hava lagt nýggju prógvini fram, segði Ricky Jackson, áðrenn hann steig út úr rættarhølunum sum fríur maður. Veljarakanningin hjá grønlendska blaðnum vísir eisini, at smærru flokkarnir fara at hava stóra ávirkan á, hvør skal skipa samgongu eftir valið. Sambært veljarakanningini fær IA bara ein tingsess afturat men verður størsti flokkur. Flokkurin fær 12 av teimum 31 sessunum í grønlendska landstinginum. Stóri taparin verður hinvegin Siumut, sum er flokkurin hjá fyrrverandi landsstýrisforkvinnuni, Alequ Hammond. Siumut missir trý tingfólk og fer úr 14 niður 11 sessir. Landsstingsval var í Grønlandi í mars í fjør. Eftir tað valið gjørdist Aleqa Hammond landsstýrisforkvinna. Men í heyst kom fram, at hon hevur rindað fyri ferðir og annað hjá sær og familjuni fyri almennan pening. Tí noyddist hon at leggja frá sær. Seinni varð val útskrivað at vera 28. novembur. Fyrstu 10 mánaðirnar í fjør avreiddu føroysk feskfiskafør, sum ikki royna eftir uppsjóvarfiski, 64.600 tons. Sama tíðarskeið í ár var fongurin bara 58.700 tons, ið er sløk 6.000 tons minni enn í ár. Í fjør var veiðan verd slakar 550 milliónir krónur, men í ár var avreiðingarvirðið stívliga 560 milliónir krónur, hóast veiðan var 9 prosent minni í vekt enn í 2013. Tað eru serliga toska og hýsuprísurin, sum toga avreiðingarvirðið rætta vegin. Upsaprísurin hevur verið nærum óbroyttur, men annar botnfiskur hevur eins og toskur og hýsa givið skipum og bátum meira burturúr. Fyrstu 10 mánaðirnar í fjør avreiddu føroysk feskfiskafør, sum ikki royna eftir uppsjóvarfiski, 64.600 tons. Sama tíðarskeið í ár var fongurin bara 58.700 tons, ið er sløk 6.000 tons minni enn í ár. Í fjør var veiðan verd slakar 550 milliónir krónur, men í ár var avreiðingarvirðið stívliga 560 milliónir krónur, hóast veiðan var 9 prosent minni í vekt enn í 2013. Tað eru serliga toska og hýsuprísurin, sum toga avreiðingarvirðið rætta vegin. Í miðal hevur upsaprísurin verið støðugur at kalla, men annar botnfiskur hevur eins og toskur og hýsa givið skipum og bátum meiri burturúr. Í nýggjastu útgávuni av tíðarritinum, Frøði, verður boðað frá, at Jarðfeingi ætlar at finna fram alla vitan um kelduvatn og grundvatn í Føroyum. Stovnurin ætlar sær at ráðføra seg við fakfólk uttanlands fyri at vita, hvørjar kanningar kunnu vera skilagóðar at fremja her á landi. Tað er flógva keldan, sum fór at spríkja í Kollafirði í summar, ið hevur vakt ans. Ikki minst fegnast Jarðfeingi um, at flótt kelduvatn er orkutilfeingi. Hetta er áhugavert fyri hús og virki, sum kunnu gera gagn av heitum vatni til grøna orkuveiting, skrivar Lis Mortensen, náttúrulandafrøðingur, millum annað. Óluvá Skaale er fødd og uppvaksin í Vági. Hon er bæði studentur og lærari, og hennara lívsstarv var á Specialskúlanum, seinni skúlanum á Trøðni. Mamman var Frida, dóttir Ólav Mikkelsen í Brekkugerði og Olevinu úr Tøðuni í Vági. Pápin var Marius Absalonsen úr húsinum á Løkini á Viðareiði. Eitt skifti undir krígnum búði mamman við børnunum í Skálavík, meðan pápin sigldi við trolara. Barnaárini í Vági vóru spennandi og høvi var eisini at ferðast. Einamest var Óluvá í Hovi, men eisini í Trongisvági og Sumba. Lívligt var í Vági, og fiskaplássini vóru øll hvít um summarið. Ársins málverjar Randi S. Wardum, KÍ Teitur M. Gestsson, HB Ársins verjuspælarar Malena Josephsen, KÍ Jóhan Troest Davidsen, HB Ársins miðvallarar Fríðrún Danielsen, EB Streymur Skála Lukasz Cieslewicz, B36 Ársins framherjar Heidi Sevdal, HB Adeshina Lawal, B36 Ársins ungu spælarar Milja Simonsen, HB Bárður J. Hansen, Víkingur Ársins venjarar Alexander Djordjevic, KÍ Sámal Erik Bagge Hentze, B36 Ársins dómarar Elsa Andreassen Lars Muller Fari Play B36 Ársins spælarar Heidi Sevdal, HB Lukasz Cieslewicz, B36 Toppskjúttar 2014 Klæmint A. Olsen, NSÍ Rannvá Andreasen, KÍ Magnus Jákupsson hevur vunnið fimm gull, og tvey bronsuheiðursmerki. Pál Joensen hevur vunnið eitt gullheiðurmerki, og Frans Johannesen hevur vunnið eitt bronsuheiðurmerki. Paul Watson er ikki vælkomin í Íslandi. Hann fær ikki innferðarloyvi har, tí Sea Shepherd í 1986 søkti tveir hvalabátar, sum lógu við bryggju í Reykjavík. Rættarnevndin hjá løgtinginum spurdi sendistovuna í Reykjavík, hvussu íslendingar bera seg at móti Sea Shepherd og øðrum, sum gera seg inn á íslendska hvalaveiði. Rættarnevndin viðger uppskotið hjá Tjóðveldi, sum vil hava løgtingið at biðja landsstýrið skjótast gjørligt koma við lógarbroytingum, so til ber at nokta fólki, sum boða frá, at tey koma til Føroya at bróta lógir ella hótta lóglig rættindi í Føroyum, at sleppa inn í landið. Tjóðveldi vísir á, at í summar komu einstaklingar og umboð fyri felagsskapir til Føroya við útgerð, hóast tey alment og opið høvdu fráboðað, at ætlanin var at leggja seg upp í grindadráp og harvið útinna ólógligt virksemi. Rættarnevndin hevur havt málið nú í tveir mánaðir. Nevndin bað 31.oktober løgtingsformannin um ein mánað afturat til at skriva álit um uppskotið, og tað fekk nevndin játtað 4. november. Rættarnevndin hevur hoyrt umboð fyri Grindamannafelagið, grindaformenn, sýslumenn og fútan Jacob Vestergaard, landsstýrismann, Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, og embætisfólk teirra. Ísland, Russland og Grønland fingu góð 164.000 tons at býta, tá Føroyar, ES og Noreg fríggjadagin samdust um heildarkvotuna av makreli í 2015. Sambært semjuni, sum Føroyar, ES og Noreg gjørdu á grækarismessu í ár, eiga Føroyar 12,6 prosent av heildarkvotuni tey fimm árini frá 2014 til 2018. Men kortini mæla samgongumenninir í Fíggjarnevndini løgtinginum frá at samtykkja uppskotið hjá Poul Michelsen, løgtingsmanni í Framsókn, um at játta 600.000 krónur til slíka hjálp longu í ár. Betur hevði verið, um uppskotið var ein liður í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2015, sum er til viðgerðar í Fíggjarnevndini í løtuni. Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, arbeiðir við einari skipan um sálarfrøðiliga hjálp til miðnámsskúlanæmingar, men hon er ikki liðug enn. Tað sigur Páll á Reyntúgvu, løgtingsmaður, nú Teistin frá 1. desember fer at sigla tveir túrar fyrrapart leygardag og sunnudag, í staðin fyri tríggjar. Svenska stjórnin hevur sett sær fyri at fáa greiði á, hví flogfarið, sum Dag Hammarskjøld var við, datt niður í 1961. Dag Hammarskjøld var ST aðalskrivari, tá vanlukkan hendi. Tað er framvegis ógreitt, hví vanlukkan hendi, og tað skal greiði fáast á, sigur Annika Søder, aðalstjóri í svenska uttanríkisráðnum. Fyrstu kanningarnar bendu á, at flogskiparin gjørdi eitt mistak. Onnur vilja vera við, at tað vóru leiguhermenn, sum skutu flogfarið niður, tí Hammarskjøld stuðlaði nýggju stjórnina í Kongo. Í apríl mælti núverandi ST aðalskrivarin, Ban Ki moon til, at málið verður kannað av nýggjum, eftir at ein altjóða nevnd av advokatum í fjør mælti til at gera nýggjar kanningar av málinum.Teir komu millum annað til, at loynilig skjøl hjá amerikansku fregnartænastuni kunnu varpa ljós á, hví flogfarið datt niður. Svenska blaðið Dagens Nyheter skrivar, at 15. desember verður málið um Dag Hammarskjøld umrøtt í ST, eftir upplýsingar um, at flogvanlukkan var fyrireikað fyri at beina fyri Dag Hammerskjøld. Og tá skal ST taka støðu til, um málið skal kannast av nýggjum. Skattaprosentið í Klaksvíkar kommunu verður 22 næsta ár, hálvt prosentstig hægri enn í ár, og barnafrádrátturin verður 4.500 krónur, tann sami sum í ár. Bókadagar vóru í Norðurlandahúsinum um vikuskiftið, og millum útlendsku rithøvundarnar var danska tíðindakvinnan, Mette Fugl. Hon hevur skrivað endurminningar, og hon gevur journalistikkinum anno 2014 av grovfílini. Klaksvíkar kommuna og Landsverk hava arbeitt saman um at fáa møguleikar hjá bilferju, til dømis Sam, at leggja at í Svínoy, tá tað viðrar. Borgarstjórarnir í kommununum í Sandoynni vísa aftur, at teir hava havt møguleika at ávirka tilgongdina, nú siglingin hjá Teistanum verður skerd leygardag og sunnudag. Kommunurnar hava einki hoyringarskriv fingið, siga teir fýra borgarstjórarnir, sum átala, at broytingar verða gjørdar í ferðaætlanini, uttan at kommurnar verða hoyrdar. Tað er serstakliga óheppið, at Strandferðslan ætlar at skerja túratalið og harvið tænastustigið á Sandoyarleiðini. Hetta er í andsøgn við tænastustigið á øðrum leiðum, sum knýta oyggjarnar saman, har tænastan verður uppraðfest, og prísirnir lækka, siga teir fýra borgarstjórarnir í Sandoynni Brandur Sandoy á Sandi, Gerhard Lognberg í Skopun, Jákup Martin Sørensen í Húsavík og Linjohn Christiansen í Skálavík. Jørn Astrup Hansen fer dekan ov lætt um sannleikan, tá hann heldur at Fíggingargrunnurin kundi havt gjørt aldarinnar handil við at keypa part av endurstovnaða Eik Banka saman við TF Holding. Skuldu vit í óðum verkum slept BankNordik uppá fjall Tað er ikki sørt nasadjarvt av Jørn Astrup Hansen at koma við slíkum uppáhaldum, sigur Eyðun á Rógvi, sum til fyri stuttum var nevndarformaður í Fíggingargrunninum frá 1992. Eyðun á Rógvi fór herfyri frá sum formaður fyri Fíggingargrunnin frá 1992. Nýggja nevndin í grunninum er biðin um at koma við einum tilmæli um, hvørt almennu partabrøvini í BankNordik skulu seljast og hvussu tað í sofall skal gerast. Teista nevndin hevur ikki kunnað kommunurnar í Sandoynni um ætlanina hjá Strandferðsluni at skerja túratalið, men nevndin varð ikki kunnað um, at broytingar skuldu gerast í ferðaætlanini longu 1. desember. Tað sigur Teista nevndin, sum er nevnd, kommunurnar í Sandoynni hava sett at arbeiða fyri at betra sambandið í oynna, í einum tíðindaskrivi. Nevndin var á fundi við leiðsluna á Strandferðsluni fyri tvemum mánaðum síðani, har stjórin kunnaði um nýggju hvílitíðarreglurnar. Sambært nevndini boðaði strandferðslustjórin frá, at fanst peningur ikki, varð neyðugt at taka onkran túr burtur sunnudag. Teista nevndin fataði hetta í fyrstu atløgu sum, at Strandferðslan fór at royna at útvega neyðuga peningin, so tað varð óneyðugt at broyta ferðaætlanina, men royndi at vísa á, at bleiv neyðugt at broyta ferðaætlanina, so bar til at gera hetta uttan skerja túratalið. Varð ikki kunnað um broytingar Nevndin sigur, at hon varð ikki kunnað um, at møguligar broytingar í ferðaætlanini skuldu gerast longu 1. desember. Teista nevndin heitir á Strandferðsluna um at varðveita túratalið. Eftir øllum at døma hevur tað eydnast á Suðuroyarleiðini, og nevndin heitir á myndugleikarnar um at tryggja, at Strandferðslan fær hildið galdandi trygdarrreglur uttan at skerja tænastuna. Allir fýra borgarstjórarnir í Sandoynni siga í dag, at kommunurnar eru ikki hoyrdar í málinum um at skerja túratalið á Sandoyarleiðini. Teistanevndin sigur, at hon tekur á seg, at kunningin frá fundinum, sum hon hevði við Strandferðsluna, hevur ikki verið nøktandi. Oyndarfjørður er bygdin við teimum kendu rinkusteinunum. Fólkatalið í bygdini er minkað javnt og samt, men eitt miðvíst arbeiði verður gjørt fyri at fáa fólk at flyta aftur. Í dag búgva umleið 100 fólk í Oyndarfirði. Jógvan Petersen setur barnaheimið í stand. Pápin gekk burtur á sjónum og Jógvan greiðir frá, hvussu fátæksligt tað var í barnaárunum. Durita Rógvadóttir Hansen, sum er í nevndini í Oyndafjarðar Ítróttarfelag, greiðir frá arbeiðnum hjá felagnum. millum annað royna tey at fáa ungfólk, sum hava røtur í Oyndarfirði, at flyta aftur í bygdina, so bygdini verður lív lagað. Eivind Petersen hevur havt handil í bygdini í nærum 73 ár, og hann sigur, at hann er farin glaður til arbeiðis hvønn tann einasta morgun. Ein ungur oyndfirðingur, Bárður Árnason, hevur keypt húsini hjá ommuni og abbanum frá 1950 unum og sett tey í stand. Bárður og unnustan Palma Kajsdóttir hava verið trúgv móti stílinum í fimtiárunum. Um stutta tíð flyta tey Oyndarfjarðar at búgva. Og so hoyra vit eisini um eitt mannfólkakvøld í skúlanum, sum Jónhard Gaard tók stig til. Ætlanin er, at menninir skulu savnast regluliga í vetur. Hagel var einasti republikanarin í amerikansku stjórnini, og blaðið skrivar, at forsetin hevur koyrt hann frá, tí stríðið móti IS í Miðeystri krevur aðrar eginleikar enn teir, sum Chuick Hagel hevur at bjóða. Tá Hagel tók við, var tað hann, sum skuldi fáa enda á hernaðarliga virkseminum hjá USA í Afghanistan og at minka fíggjarætlanina fyri verjuna. Tað ásannar Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, nú Føroyar hava formansskapin í samráðingunum millum strandarlondini um makrel. Føroyar, ES og Noreg hava sett av 164.000 tons til Íslands, Russlands og Grønlands at fiska í 2015. Tað eru 15,6 prosent av heildarkvotuni. Spurningurin er, um tað ikki kann enda sum við svartkjaftinum, at brádliga er eingin makrelur eftir. Fyri at fáa nýggju hvíldarreglurnar at ganga upp við manningatalið er ætlanin at skerja túratalið hjá Teistanum. Hin mátin kundi verið at sett fleiri í starv, men so minkar starvsbrøkurin hjá verandi manning, og tí er tað neyvan nøkur loysn. Sandingar eru hart ímóti, at túratalið hjá Teistanum skal skerjast fyri at passa til reglurnar um hvíld. Og borgarstjórarnir í oynni mótmæla. Løgmansskrivstovan hjálpti Vinnumálaráðnum at reinsa Johan Dahl í Strandferðslumálinum. Tað, hóast løgmansskrivstovan væl visti, at hon eftirfylgjandi skuldi viðgera leiklutin hjá Johan Dahl. Innlitið hjá Kringvarpinum vísir eisini, at Vinnumálaráðið keypti løgfrøðiliga ráðgeving fyri nærum 100.000 krónur Vinnumálaráðið hevur annars seks løgfrøðingar í starvi, men teir vóru upptiknir av øðrum uppgávum, sigur Bjørgfríð Ludvíg, aðalstjóri. Í fimm mánaðir hevur flótt vatn runnið úr nógv umrødda boriholinum í Kollafirði. Mátingar vísa, at hitin er støðugur, og seinasta mánaðin hevur nøgdin av vatni eisini verið støðug. Heldur fram at renna, kann vatnið gerast ein sannur fongur. Birita í Dali fekk á starvs messuni at vita, at nógv størv vóru í Grønlandi til hana at søkja, men enn er onki setanar bræv undirskrivað. Mett verður at umleið 200 føroyingar búgva í Grønlandi. Afturat teimum koma allir teir føroyingar, sum arbeiða har, men búgva aðrastaðni. Ein bumba brast í føroyskum fótbólti í kvøld. Heimasíðan hjá B36 skrivar, at venjarin, Sámal Erik Hentze er givin í starvinum. Sámal Erik Hentze, sum varð valdur til ársins venjara fríggjakvøldið, hevur boðað leiðsluni í B36 frá, at hann tekur frí frá fótbólti í eitt ár. Ikki tíð at vera stjóri og venjari ísenn Sámal Erik Hentze sigur við B36, at hann hevur ikki tíð at reka sína fyritøku og at røkja venjarastarvið samstundis Eg havi eina hampuliga stóra fyritøku, sum krevur sín stóra lut. Har hava vit úr at gera, og vit hava fingið fleiri stór arbeiðir til komandi árið. Hetta hevur við sær, at tíðin ikki røkkur til bæði stjóra og venjarastarvið. Eg havi fyri langari tíð síðani gjørt upp við meg sjálvan, at kann eg ikki vera heilur, har eg eri, so er tað betri, at onkur annar tekur yvir, sigur Sámal Erik Hentze við B36 Sámal Erik Hentze er stjóri í Húsavarðatænastuni Arbeiðið byrjaði í 2004, men Vestmanna kommuna fekk steðgað arbeiðinum við fútaforboði. Síðani fór málið bæði í Føroya Rætt og í Landsrættin, og tað endaði við, at Kvívíkar kommuna fekk viðhald. Arbeiðið, ið eftir er at geva, verður mett at kosta 1,2 milliónir krónur. 12.000 rúmmetrar av gróti skulu brúkast, so bátahylurin kann gerast liðugur, og bátabrúgvar skulu eisini útvegast og leggjast út. Norðurlendski arbeiðsmarknaðurin skal greinast við tí endamáli, at skipa eitt meira bindandi samstarv millum Norðurlond, tá talan er um málsetningar fyri arbeiðsmarknaðin og felags støðu mótvegis millumtjóða felagsskapum sum OECD og ILO. Tað samdust norðurlendsku arbeiðsmarknaðarmálaráðharrarnir um á fundi í Keypmannahavn hósdagin. Føroyar eru uttanfyri ES og EBS, og ikki partur av tí felags arbeiðsmarknaði, har er. Ein felags norðurlendskur arbeiðsmarknaður hevur tí serligan týdning fyri Føroyar, segði Johan Dahl, landsstýrismaður á fundinum og vónaði, at greiningin, ið skal gerast, kann hava við sær, at Føroyar politiskt kunnu fáa meira burturúr norðurlendska samstarvinum á hesum øki. Hóast føroyska makrelkvotan næsta ár er 23.000 tons minni enn í ár, er landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum nøgdur við úrslitið, sum ES, norra og Føroyar komu til í Bergen fríggjadagin. Og av tí at Føroyar hava avtalu við norra og ES ber betur til at skipa fiskiskapin, sigur jacob vestergaard, landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum Á tí fundinum er ætlanin at fáa semju um eina umsitingarætlan fyri makrelin, eina ætlan um, hvussu nógv er ráðiligt at taka úr makrelstovninum á hvørjum ári. Fundurin verður í mars, eftir at ICES kemur við sínari tilráðing um makrel í februar, segði Herluf Sigvaldsson, samráðingarleiðari, við Útvarpið í oktober. Nú verður rætta og endaliga milliardaskyldan hjá landskassanum loksins verður staðfest, tá tað ræður um tænastumannaeftirlønir og eftirlønarskylduna hjá tí almenna mótvegis løgtings og landsstýrisfólkum. Hetta hevur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, sagt við landsgrannskoðaran, sum í mong ár hevur víst á, at umsitingin av tænastumannaeftirlønum hevur ikki verið nøktandi. Landsgrannskoðarin skrivar nú í síni frágreiðing, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, heldur, at alt arbeiðið verður liðugt fyri ársskiftið, og tá fæst so at vita, hvussu stór milliardaskyldan er hjá tí almenna í tænastumannaeftirlønum og eftirlønum til løgtings og landsstýrisfólk. Skyldan til tænastumannaeftirlønir einsamallar eru 3,3 milliardir krónur. Afturat hesum kemur so skyldan til eftirløn til løgtings og landsstýrisfólk. Sostatt fara tænastumannaeftirlønirnar og eftirlønirnar hjá løgtings og landsstýrisfólkum at tyngja almennu skuldina við upp móti hálvari fjórðu milliard krónur. Landsgrannskoðanin hevur fýlst á, at einki er gjørt fyri at leggja upp fyri hesum skyldum, og at ongar metingar finnast av vøkstrinum í landsins útreiðslum til tænastumannaeftirlønir næstu 5, 10 ella 20 árini. Hann var landsstýrismaður í heilsumálum, áðrenn Karsten Hansen tók við í 2011, og tá arbeiddi hann við einum lógaruppskoti, sum legði øll trý sjúkrahúsini í Føroyum undir eina og somu leiðslu. Ísland útflutti makrel fyri knappliga 900 milliónir krónur til 1.oktober í ár. Ísland útflutti 102.000 tons av heilfrystum makreli og flaki. Taks hevur fingið loyvi úr Fíggjarmálaráðnum til at flyta nakað av pengum til játtanina næsta ár, og tí er stovnurin ikki longur noyddur at avgreiða keypið í ár. 5. januar næsta ár flytir høvuðsskrivstovan hjá Taks í nýumvæld høli á Skálatrøð í Havn. Arbeiðið at innrætta nýggju skrivstovuhølini verður tó neyvan liðugt fyrr enn síðst í februar. Tað verður helst ein føroyingur, sum skal taka við sum venjarin í B36, nú ársins venjari, Sámal Erik Hentze, í gjár boðaði føroyameistarunum frá, at hann ikki heldur fram. Í dag hoyra vit søguna um sangin Lítli Snar. Anna Sofía Restorff hevur sungið sangin inn til Barnaútvarpið. Fyrstu ferð var hon 8 ára gomul, og tá syngur hon saman við systkinabarninum Rasmus. Í dag hoyra vit um sangin Á mønu hjalsins stari. Símun av Skarði hevur yrkt, og hann er abbi Bergljót av Skarði, sum í dag sigur frá. Nú eitt gott ár er liðið, síðan rundskrivið um innkeyp av vørum og tænastum varð sett í gildi, eigur rundskrivið at verða endurskoðað fyri at fáa staðfest, hvørjir partar rigga væl, og hvørjir partar hava tørv á broytingum. Vinnuhúsið skrivar á heimasíðu sínari, at nøkur av teimum viðurskiftum, sum áttu at verið vigað av nýggjum, eru, um tað eigur at verða størri munur á teimum krøvum, sum verða sett til tilboðsfyrispurningar, sum eru smærri uppgávur, og so til almenn útboð, sum eru størri uppgávur. millum annað verður í útboðspolitikkinum lagt upp til, at almennir stovnar við jøvnum millumbilum skulu gjøgnumganga sínar uppgávur og meta um, hvørjar uppgávur eru egnaðar at fáa kapping um. Hetta er ikki tikið við í rundskrivið, og møguleikarnir at effektivisera almennu framleiðsluna gjøgnum samstarv við privatar veitarar verða tí ikki royndir í nóg stóran mun, heldur Vinnuhúsið. Tey vísa eisini á ein annan trupulleika, sum tey halda má loysast, og hann er, at tað mangan kemur fyri, at ásetingar í rundskrivinum ikki verða hildnar. millum annað kemur tað framvegis fyri, at útboðstilfarið verður orðað á donskum, hóast tað greitt stendur í rundskrivinum, at málið skal vera føroyskt. Bert um eingin føroyskur veitari finst, loyvir rundskrivið, at útboðstilfar og annað verður orðað á útlendskum máli, sigur Vinnuhúsið. Í dag hoyra vit fyrst um sangin Sleturokk, sum Regin Patursson hevur skrivað. Hann greiðir frá sanginum og eisini frá øðrum, sum hann hevur skrivað og gjørt. Fýra børn, ið eru við í jólakalendaranum Jólakongurin, eru og vitja Páll og Jógvan Páll, ið hava framleitt føroysku útgávuna av Jólakonginum. Gunvør Balle, løgtingskvinna, vil nú hava at vita frá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, nær starvið sum skúlastjóri á nýggja Vesturskúlanum í Havn verður lýst leyst. Hon hevur sett landsstýrismanninum ein grein 52 spurning, sum skal svarast skrivliga. Gunvør Balle vil eisini hava at vita, hvat ætlanin er við skúlaleiðsluni á Venjingarskúlanum eftir 1. januar, um starvið ikki er sett tá. Mentamálaráðið er komið til ta niðurstøðu, at leiðandi starvsfólk í ráðnum er ógegnigt, og at alt aðalráðið tí er ógegnigt í sambandi við stjórasetanina á Vesturskúlanum. Tí fór málið víðari til Løgmansskrivstovuna og haðani til landsstýrismannin í fíggjarmálum, sigur Gunvør Balle í viðmerkingum til fyrispurningin. Tórshavnar kommuna hevur samtykt at byggja nýggjan Vesturskúla, sum skal koma í staðin fyri Kommunuskúlan og Venjingarskúlan. Í løtuni er stjóri í fyribilsstarvi á Venjingarskúlanum til 1. januar. Gunvør Balle sigur , at tað er ikki nøktandi at hava skiftandi fyribilssettar stjórar í longri tíð. Tí er neyðugt at fáa staðfest, um og nær ætlanin er at lýsa stjórastarvið til samanlagda Vesturskúlan leyst, sigur hon. Tveir undir íverksetarar hava ment eina nýggja app, sum skal gera tað lættari hjá ferðafólki at finna runt í Føroyum. Vit tosaðu í orgun við Fríða Mellemgaard sum saman við Símun højgaard hevur ment hesa nýggju tænastuna Hyggjuráðini hesa ferð eru um venjing og heilsu í útvarpsstovuna er komin Jákup Jakobsen, sum er persónligur venjari og fitness coach Limirnir í landsstýrismálanevndini vóru rættiliga ósamdir um, hvussu niðurstøðan hjá teimum um leiklutin hjá Johan Dahl, landsstýrismanni, í málinum um meirnýtsluna á Strandferðsluni skuldi tulkast. Í Kjakinum í kvøld spyrja vit, hvør framtíðin hjá nevndini eigur at vera, og um nevndin megnar at røkja sína uppgávu, sum er at halda eyga við landsstýrinum. Sirið Stenberg, forkvinna í landsstýrismálanevnini, og Eivin Jacobsen, limur í landsstýrismálanevndini kjakast. Vertur er Beinta Løwe. Sum nú er, er fysioterapi ikki ein almennur partur at viðgerðini til Parkinsonsjúklingar, men nú vilja fysioterapeutar á Landssjúkrahúsinum, verða við í kjakinum um hesa viðgerð. Anna Berg Danielsen, Sólbjørg Frederiksberg og Anna Maria Joensen, fysioterapeutar, vóru í útvarpsstovuni í morgun. Størstu avbjóðingarnar at savna ull eru, at marknaðarprísurin er so lágur, at áhugin fyri at lata ull er avmarkaður. Skal ull verða savnað, skyld og pakkað í Føroyum, er neyðugt við onkrum slagi av stuðli, tí peningaliga ber tað seg ikki. Høvuðsorsøkin til, at so nógv ull kom til høldar í fjør, var, at ALS við stuðli úr Búnaðargrunninum fór undir eina royndarverkætlan. ALS læt fimm krónur fyri kilo av ull, ella tilsamans 200.000 krónur Inn komu 48 tons av ull, og umleið 43 tons vórðu pakkað til avskipingar. Ullin fór til Onglands at verða vaskað, og síðani fór hon á uppboðssølu. Johan Dahl sigur, at ullaverkætlanin kravdi nógva tíð og orku hjá ALS, og ivasamt er, um ALS tekur stig til ein slíka verkætlan aftur, um ikki peningaligur stuðul fæst. Hann sigur, at samstarvið, sum var í fjør, var ein skilagóð loysn, og tað er harmiligt, at tað datt niðurfyri í ár. ALS hevur mett, at ein partur av útgerðini kann endurnýtast, og skal verkætlanin fremjast næsta ár, verða útreiðslurnar millum 100.000 og 140.000 krónur, ella helvtin av útreiðslunum í fjør. Johan Dahl sigur, at møguleikar eru at fáa stuðul til vinnuligar verkætlanir og íverksetan frá Vinnuframa. Men Vinnuframi hevur ikki heimild at lata stuðul til savna ull, uttan so at hetta virksemi er partur av nýskapandi og vinnuligari verkætlan. Harafturat hava føroyingar møguleika at søkja um stuðul til verkætlanir gjøgnum norðurlendskar grunnar og Horizon, sum er ES samstarvið um gransking og menning. Nú má staðfestast, um tað er politiskur vilji aftanfyri felagið, sum SEV og Magn skulu stovan saman fyri at eiga og reka vindmyllulundina í Húsahaga. Tað verður ikki á aðalfundinum hjá SEV fríggjadagin, at kommunurnar, sum eiga SEV, sleppa at avgera, um SEV skal stovna felag saman við Magni. Í staðin fyri verður ein eigarafundur tann 12.desember. Málið er ikki liðugt fyrireikað, sigur Hákun Djurhuus. Tað vakti ans, tá forkvinnan í flokkinum IA, Sara Olsvig,í beinleiðis sjónvarpskjaki í gjárkvøldið við formannin í Siumut, Kim Kielsen, beyð honum til politiskt samstarv eftir landstingsvalið fríggjadagin. Valstríðið er samstundis merkt av gølum. Nýggjastu roknskapartølini í grønlendska landsroknskapinum hava higartil ikki vunnið vegin fram til almenningin, samstundis sum tað frættist, at inntøkurnar hjá landskassanum svíkja. Tað ber væl til at tosa um fakfelagssamstarv. Men haðani er langt á mál, áðrenn fakfeløgini kunnu fara til sáttmálasamráðingar saman. Tað sigur Maud Wang Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum, nú fleiri fakfeløg rógva framundir, at rættast er at savna feløgini í eitt landsumfevnandi fakfelagssamstarv. Í 22 dagar í februr 2012 stóð Pedagogfelagið púra einsamalt í einum verkfalli, hóast felagið fór til samráðingar saman við øðrum feløgum. Arbeiðseftirlitið má hava tvey starvsfólk afturat, skal tað eisini hava eftirlit við sálarliga arbeiðsumhvørvinum á arbeiðsplássunum í Føroyum. Vinnumálaráðið bað Arbeiðseftirlitið gera eitt fullfíggjað upprit um, hvørja uppgávur Arbeiðseftirlitið eigur at røkja, hvussu Arbeiðseftirlitið eigur at mennast, hvørjum kørmum tørvur er á, hvussu arbeiðsumhvørvisøkið eigur at raðfestast, og hvørji yvirskipað mál eiga at setast fyri økið. Uppritið skal vera liðugt nú í november. Millum annað varð Arbeiðseftirlitið spurt, hvussu eftirlitið við sálarliga arbeiðsumhvørvinum kann mennast. Men hetta krevur, at Arbeiðseftirlitið fær eina millión krónur afturat teimum 410.000 krónunum, sum játtanin er hækkað í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2015. Sambært tølum frá Hagstovuni útfluttu Føroyar laks fyri 39 milliónir krónur til Russlands í 2013 og fyri 224 milliónir krónur higartil í ár. Hinvegin er útflutningurin til ES minkaður nógv, tí marknaðurin er undir trýsti úr Noregi, sum seldi 130.000 tons til Ruslands, áðrenn handilsbannið ímóti ES londum varð sett í verk. Nordisk Kulturfond er ein av elstu stovnunum í norðurlendskum samstarvi, og hevur virkað síðani 1966. Grunnurin veitir árliga umleið 30 milliónir krónur í stuðli til mentan, list, tiltøk, ferðir, verkætlanir og samstarv í Norðurlondum innan allar mentanar og listagreinar. Makrelkvotan fyri 2015 er alt ov lítil. Tað sigur formaðurin fyri donsku uppsjóvarvinnuna, Esben Sverdrup Jensen, eftir at Føroyar, Noreg og Es samdust um at áseta kvotuna fyri næsta ár, og býta meginpartin ímillum sín. Esben Sverdrup Jensen sigur, at tað er nógvur makrelur í Norðuratlantshavinum, og tí er tað, sum ICES mælir til at fiska, ikki í samsvari við stóru nøgdina av makreli. Hann sigur seg síggja vandan í, at makrelstovnurin bara fer at vaksa meir, og tað hevur so við sær, at minni verður at fáa av sild. Og tað gevur onga meining, sigur formaðurin hjá donsku uppsjóvarskipunum. Útlitini fyri, at farið verður undir ætlaða jarnmálmnámið við Isukasia norðan fyri Nuuk í Grønlandi, eru vánalig, skrivar Politiken. Blaðið byggir metingina á, at bretska felagið, London Mining, sum hevur loyvið til virksemið, er um at fara á húsagang, og útlitini fyri at fáa íleggjarar eru vánalig Bretska felagið fór í gjaldsteðg í heyst, og hevur síðani leitað eftir øðrum feløgum, sum vildu yvirtaka virksemið í Grønlandi, men tað hevur higartil ikki borið til. Bretska íleggjarafelagið, Anglo Pacific Group, sum var við í ætlanini hjá London Mining, hevur niðurskrivað virksemið í Grønlandi, úr 140 milliónum niður á null. Virksemið er so óvist, at annað er ikki at gera, sigur íleggjarafelagið í roknskapinum. Fyrrverandi rakstrarstjórin í Angel Mining, Tim Daffern, sigur við blaðið, og tað snøgt sagt ikki loysir seg at fara undir námsvinnu í Grønlandi. Tað kostar millum 360 og 390 krónur at fáa eitt tons av jarnmálmi úr grønlendska náminum. Námsfeløg í Brasil og Avstralia hava longu sent málm til Kina, sum er helvtina bíligari, og tí er ringt at kappast, sigur stjórin. Eitt nýstovnað felag í Grønlandi hevur sum endamál at tryggja grønlendingum størv sum yvirmenn í grønlendska trolaraflotanum. Størv, sum føroyskir yvirmenn í stóran mun røkja. Í Atlantshavnini í Nuuk liggur trolarin Tuugaalik. Liljan Weihe og myndamaðurin Bjarnheðin í Hoyvík fóru í dag umborð at vita, hvørjir yvirmennirnir vóru. Bæði Maskinmeistarafelagið og Skipara og navigatørfelagið kenna grønlendska ynskið um at fáa grønlendskar yvirmenn umborð á grønlendsk skip. Kringvarpið hevur tosað við formenninar báðar, men hvørgin stúrdi fyri, at føroyskir yvirmenn fara at missa størv síni í Grønlandi. Bæði samgongu og andstøðutingslimir í Sandoynni krevja, at túratalið hjá Teistanum ikki verður skert. Samgongan eigur at taka um endan og loysa málið beinanvegin, halda teir. Nakað so jólaligt, sum tað at kóka kleynur kann birta stóran eld. Vit hava verið og lært okkum, hvussu eldur í eini feittgrýtu kann sløkkjast, og eisini hvussu vit ikki eiga at gera. Forsætismálaráðið kunngjørdi í gjár, at stjórnin hevur tilnevnt Dan Knudsen at halda fram sum ríkisumboðsmaður. Hann hevur verið ríkisumboðsmaður síðani 2008. Dan Michael Knudsen er 52 ára gamal. Hann gjørdist kandidatur í samfelagsvísindum á Syddansk Universitet í Odense í 1997 og hevur arbeitt í Føroyum øll árini síðani. Frá 1997 til 2000 var hann fultrúi í Fíggjarmálastýrinum, frá 2000 til 2005 var hann fíggjarfulltrúi á Ríkisumboðnum og frá 2005 til 2007 ráðgevi á Ríkisumboðnum, til hann gjørdist ríkisumboðsmaður í Føroyum í 2008. Har varð upplýst, at møguleikin at leggja kaðal úr Íslandi til onnur lond, sum vilja keypa streym úr Íslandi, verður kannaður. Kannað verður fyrst, um keyparar eru í øðrum londum. Kanningarnar taka tvey til trý ár, og skal kaðal leggjast, tekur tað arbeiðið fimm ár. Tí verður tað ikki fyrr enn í fyrsta lagi í 2022, at Ísland kann útflyta ravmagn. Í Føroyum hevur av og á nógvu seinastu árini verið tosað um at keypa streym úr Íslandi. Onkrar kanningar eru gjørdar í tí sambandi. Og síðst í oktober 2012 gjørdi Johan Dahl, landsstýrismaður í orkumálum, avtalu við íslendskan starvsbróður sín um at kanna møguleikan fyri at leggja elkaðal millum Ísland og Føroyar. Við allari sínari vatnorku ger Ísland bíligan streym. Og sum veðurlagsbroytingarnar eru nú, fara jøklarnir at tiðna næstu 100 til 200 árini, og við øllum tí vatninum ber til at fáa nógv meira vatnorku. Hugskotið um elkaðal millum Ísland og onnur lond er okkurt um 35 ára gamalt. Og síðani 1995 hevur tøkniliga borið til at fremja eina slíka ætlan. Her fáa fólk við sálarsjúku møguleika at skapa sær eitt heim, samstundis sum tey fáa ta hjálp, tey hava tørv á, sigur Hermann Mortensen, sum verður leiðari fyri nýggja heimið í vesturbýnum í Havn Heimið Eystan Heyg í Havn er eitt stórt stig rætta vegin. Tað gevur fólki, sum í áravís hava verið bundin á Psykiatriska Deplinum, eitt nýtt heim. Og tað gevur so aftur pláss til nýggj viðgerðartilboð til fólk við sálarsjúku. Fjølsmiðjan er heitið á nýggju verkætlanini hjá ALS, har arbeiðsleys kunnu koma hvønn dag til ymisk ítriv, skeið og sosiala samveru í hølum á Hjalla. Í 1998 vóru tað nógvir føroyingar, ið løgdu merki til Igor Klein og mammu hansara, tá tey í einum innslagi í Degi og Viku greiddu frá, at tey skuldu sendast aftur til Ukraina, haðani tey komu. Tey høvdu búð í Føroyum í tvey ár, men danska útlendingastýrið vildi hava tey av landinum. Ein klaksvíkingur sá innslagið við Igor og mammuni, og hann bleiv bjargingin hjá lítla donginum og mammuni. Eg eri so æviga takksamur fyri tað, sum hann gjørdi. Sum heild havi eg altíð kent meg væl millum føroyingar, sigur Igor Klein, sum í dag er 26 ára gamal, útlærdur elektronik fakteknikari og býr í Klaksvík. Í Vegamótinum fortelur Igor Klein millum annað um barnaárini og ta ferðina, tá hann og mamman skuldu sendast av landinum og aftur til Ukraina. Liljan Weihe hittir Brynjálv Festirstein, Egon Simonsen, Johannus Hansen, Regin Henriksen og Búgva Vang á myndini , ið starvast umborð á grønlendska trolararanum, Tuugaalik, hjá Royal Greenland. Siglingin út í Hest verður eisini skerd, og Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, krevur nú at fáa fund við strandferðslustjóran og landsstýrismannin í samferðslumálum beinan vegin. Túrarnir hjá Teistanum út í Hest klokkan 14.30 týsdag, mikudag, hósdag og sunnudag verða strikaðir, og postrutan klokkan 8.45 verður tilkalling. Heðin Mortensen sigur, at longu áðrenn Sandoyartunnilin kemur, og almenna siglingin út í Hest harvið verður niðurløgd, verður siglingin skorin so inn á bein, at tað verður ikki livandi í oynni. Sum er sova fleiri fastbúgvandi ikki í oynni, tí tað er púra vónleyst at koma aftur og fram sama dag. Tí er tað so ómetaliga einfalt skulu fólkini fáast at búgva fast í Hesti, er trupulleikin stórt sæð loystur við eini tilkalliskipan. Sum eina roynd heitti eg á Strandferðsluna og landsstýrismannin um skjótast at finna eina loysn, men her er eingin hjálp at heinta, sigur Heðin Mortensen. Allar barnafamiljur við børnum á dagstovni kenna seinnapartsløtuna millum 3 4 og 6 frá tí at børnini eru heintað og til døgurðin ella nátturðin stendur á borðinum. Børnini eru ofta bæði móð og svong og tey vaksnu troytt aftaná ein arbeiðsdag. Men ber tað til at fáa hesar tímarnar at ganga betur, so øll eru meira nøgd Ingvør Justinussen, heilsufrøðingur var í útvarpsstovuni í morgun Síðani 1998 hevur skattatrýstið í Føroyum verið millum 44 og 46 prosent. Men í fjør fór tað niður í 42,4 prosent. Orsøkin er, at BTÚ, bruttotjóðarúrtøkan, vaks 5,1 prosent samanborið við 2012, men skattainntøkurnar vuksu bara 0,6 prosent. Skatturin av lønum í fjør var tríggjar milliardir og 92 milliónir krónur, 103 milliónir meira enn í 2012. Vinnan rindaði góðar 250 milliónir í skatti í fjør, 64 milliónir meira enn í 2012. Skatturin av kapitalvinningi, so sum rentuinntøkum, fór niður í helvt. Og avgjald av kapitaleftirlønum minkaði ein triðing. Tað sæst eisini aftur í landskassanum, at føroyingar keypa fleiri bilar. Skrásetingargjaldið gav 102 milliónir krónur í fjør, framgongdin var 21,4 prosent. Tað er annað árið á rað, at Vágs býráð lækkar skattaprosentið, og fyrstu ferð í 25 ár, at skattaprosentið fer niður um 23 prosent. Sambært kanningini fær Siumut 36,7 prosent av atkvøðunum, og IA, sum hevur ligið á odda í øðrum veljarakanningum, fær 34,5 prosent. Demokratarnir fáa 11,2 prosent av atkvøðunum, og teir fara út tveimum upp í tríggjar tingsessir. Nýggi flokkurin hjá Hans Enoksen, fyrrverandi landsstýrisformanni, Partii Naleraq, fær 10,2 prosent og tríggjar sessir. Attasut fær seks prosent, og hóast afturgongdin er 2,2 prosentstig, varðveitir flokkurin báðar sínar tingsessir. Magni á Deild, stjóri í ALS, vil ikki gita, hví so er, men hann sigur, at tað vanliga er, at tá fólk fáa starv, fara tey úr skipanini. Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, sum ikki er fegin um ætlanirnar at byrgja Skansan í Havn inni í eini dýrari bingjuhavn, sum hann tekur til. Hví skulu vit byggja eina havn har fyri 400 milliónir kr, tá vit kunnu fáa eina havn í Eysturoynni fyri 150 milliónir Kunnu kommunurnar í Eysturoynni og Tórshavn ikki tosa saman fyrst, og møguliga velja eina betri og bíligari loysn spyr løgmaður á Facebook og vísir á, at Eysturoyartunnilin er á veg. Grundarlagið undir frágreiðingini, sum teir hava gjørt, er, at oljuprísurin lækkar 25 prosent. Prísurin er í veruleikanum lækkaður 27 prosent. Spurningurin er, hvussu leingi oljuprísurin verður so lágur sum nú, men ið hvussu er fer keypiorkan hjá norsku húsarhaldunum at minka, sigur Hilde C. Bjørnland, professari, sum saman við starvsfelaganum, Leif Anders Thorsrud, hevur gjørt frágreiðingina. Verður oljuprísurin á verandi stigi, fer bruttotjóðarúrtøkan at minka við 0,5 til2,5 prosentstig. Og tá er talan um afturgongd, upplýsir norski tjóðbankin. Verður oljuprísurin verandi á tí stigi, hann er nú, lækkar bruttotjóðarúrtøkan uppaftur meiri, sigur professarin. Úrslitið verður, at íløgurnar gerast færri, arbeiðsloysið veksur, lønirnar lækka, og partabrøvini fara eisini at lækka í virði. Tað er ætlanin hjá ES nevndini, og grunnurin skal draga aðrar íleggjarar við sær. Endamálið er millum annað at fáa til vega teldur til skúlabørn í Grikkalandi, løðistøðir til franskar elbilar, og væl útgjørd sjúkrahús í øllum ES londunum. Vit eru fangað í eini íløgufellu. Íleggjarar eru samdir um, at tað loysir seg at gera íløgur í ES londunum, men tølini tala fyri seg. Íløguhugurin er ikki komin aftur, og almennu fíggjarlógirnar standa fyri stórum avbjóðingum, segði hann. Ætlanin er, at tær 2.350 milliardir krónur skulu setast í grunnin, og so skal grunnurin verða við til at fíggja ætlanir, sum óheftir serfrøðingar skul u taka støðu til. Samstundis skulu lógir broytast, so viðurskiftini hjá íleggjarunum gerast betri og tryggari. ES skal seta 119 milliardir krónur í grunnin, og Evropeiski íløgubankin, EIB, 37 milliardir krónur Hesir pengarnir eru longu tøkir, men ætlanin er strandað, tí tað er torført at finna ætlanir, sum kunnu gerast veruleiki, og tí hava millum annað pensjónsgrunnar hildið seg aftur við at seta pengar í. Tað nýggja við ætlanini hjá ES, er, at pengarnir úr grunninum skulu nýtast sum byrjunarpeningur, og tað fer at draga onnur við sær, sigur formaðurin í ES nevndini. Um ES londini fara at taka undir við grunninum og seta pengar í hann, telur tað ikki við, tá fíggjarætlanin í londunum verður samtykt, og kann fara upp um tey trý prosentini av bruttotjóðarúrtøkuni, sum ES hevur sett sum mark fyri hallinum á fíggjarlógini. Fiskamarknaður Føroya selur bara ein triðing av feska fiskinum í Føroyum. Og tá er uppsjóvarfiskurin ikki taldur við. Hetta er alt ov lítið. Farloyvisskipanin hjá ALS er ov dýr í mun til nyttuna. Skipanin við starvsvenjing virkar betur enn farloyvið, heldur Magni á Deild Olsen, stjóri í Arbeiðsloysisskipanini. ALS farloyvið virkar væl, og leiðslan í ALS hevur ikki nóg góð prógv fyri, at skipanin ikki virkar, sigur Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtaki. Hoyr Magna á Deild Olsen og Sonju Jógvansdóttir kjakast um ALS farloyvið, sum ætlanin er at taka av. Hóast gøluna um penganýtsluna hjá fyrrverandi forkvinnuni, er Siumut aftur størsti flokkur í Grønlandi. Nýggjasta veljarakanningin, sum varð almannakunngjørd í dag, gevur Siumut flestar tinglimir. Nýggi formaðurin í Siumut, Kim Kielsen, er álitisvekjandi og dugir væl at tosa við veljararnar, sigur Poul Krarup, blaðstjóri á Sermitsiaq. Siumut er meira fólksligur flokkur enn IA, sum kann tykjast ov akademiskur, heldur Noah Mølgaard, redaktiónssamskipari hjá AG. Sambært Noah Mølgaard, redaktiónsleiðara á Grønlandspostinum, merkir hetta, at tað er eydnast Kim Kielsen, nýggja formanninum í Siumut, at gera gøluna við fyrrverandi formanninum í Siumut, Alequ Hammond, til eitt persónsmál, sum einki hevur við politikkin hjá flokkinum at gera. Jólakalendarin í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya byrjar 1. desember, men Góðan Morgun Føroyar hevði samskipara og høvuðsleikarar í útvarpsstovuni Í fleiri mánaðir eru Føroyar farnar longur og longur niður á listanum, men sigurin á Grikkalandi hevur við sær, at Føroyar eru farnar langt fram. Á gamla listanum vóru Føroyar nummar 187, nú eru Føroyar nummar 105. Sostatt hevur sigurin á grikkum við sær,at Føroyar eru farnar 82 pláss fram á listanum. Í nógv ár hevur Landsgrannskoðanin gjørt vart við, at einki er gjørt fyri at leggja uppfyri eftirlønarskyldurnar hjá landskassanum. Tænastufólk eiga tríggjar milliardir og 325 milliónir krónur í eftirløn, og pengarnar eiga tey at fáa úr landskassanum. Í talinum er roknað við einum prosenti í rentu. Eftirlønirnar hjá løgtingsfólkum og landsstýrisfólkum eru ikki roknaðar við í nevndu upphæddini. Tað verður arbeitt við at rokna seg fram til hvussu nógv talan er um, og Fíggjarmálaráðið ætlar at tað arbeiði skal vera liðugt fyri árslok. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, viðgongur, at eftirlønirnar eru ein avbjóðing. Men hann ræðist ikki avbjóðingina, og tamarhald er á støðuni, sigur hann. Felagið Sinnisbati, skipa í kvøld fyri fyrilestri, hvussu rørsla kann hjálpa fólki, sum eru sinnis ella nervaveik. Tað er Magni Mohr, lektari í heilsuvísindi, sum skal halda fyrilesturin. Magni Mohr, Regin Jóanesarson og Súsanna Olsen, forkvinna í Sinnisbata, eru í útvarpsstovuni Tað sæst aftur í landskassanum, at føroyingar keypa fleiri bilar. Skrásetingargjaldið gav 102 milliónir krónur í fjør tað er 21,4 prosent meira enn í 2012. Samanumtikið fekk landskassin eina milliard og 832 milliónir krónur í avgjøldum í fjør, 34 milliónir minni enn í 2012. Sambært hagstovuni komu ein milliard og 311 milliónir krónur inn í meirvirðisgjaldi í 2013, hetta er 31 milliónir krónur minni enn í 2012. Fyrsta vikuskiftið í juli komandi ár verður sonevndi við Múrin tónleikafestivalur endurreistur. Fyrirreikarirnir, Helgi Debes Michelsen og Rói Bjarnason Poulsen hava nógv ár verið at sæð sum arbeiðsfólk á barrum ymsa staðni í havn, men teir hava ikki roynt seg við skipan av festivalum áður. Tað letur seg gera, tí teir hava nógv góð fólk afturat sær, sum kunnu hjálpa teimum, siga teir báðir. Granskarar eru komnir eitt fet nærri menningini av einari koppseting móti deyðiligu virussjúkuni ebola. Tað er h eilivágsfyritøkan Glaxo Smith Kline, sum hevur gjørt týdningarmikil framstig í arbeiðinum við at finna eina loysn, nú ebola herjar í Vesturafrika. Ein sonevnd fasu 1 roynd hevur givið góð úrslit. Í royndini hava 20 frísk fólk fingið størri og minni nøgdir av koppsetingini, og øll mentu tey mótevni, sum eru neyðug, fyri at likamið kann berjast móti ebola smittuni. Eingin av royndarpersónunum hevur fingið nakad hjáárin av royndini. Gjøgnumbrotið kemur væl við mitt í størsta útbrotinum av ebola nakrantíð. 5500 fólk eru deyð av ebola í Vesturafrika. Hóast góðu úrslitini kunnu framvegis ganga nógvir mánaðir, áðrenn ebola koppsetingin hjá Glaxo Smith Kline verður tøk á marknaðinum. Tað er nú ein mánaði síðani, at Løgtingsins umboðsmaður bað Fíggjarmálaráðið um at viðgera innlitsumbøn í CIP sáttmálan av nýggjum. Í stuttum var niðurstøðan hjá Sólju í Ólavsstovu, at alt ov nógv var strikað út í sáttmálanum millum landsstýrið og Copenhagen Infrastructure Partners. Sambært innlitslógini er tað loyvi at strika út í tilfari, áðrenn innlit verður latið í tað. Men verður strikað í tekstinum, so skal ein haldgóð grundgeving vera fyri tí. Fíggjarmálaráðið gjørdi ikki nakra ítøkiliga meting, tá svarti tusjpennurin fór gjøgnum CIP sáttmálan. Og nú Fíggjarmálaráðið við niðurstøðuni hjá umboðsmanninum fær útstrikaða sáttmálan aftur í høvdið ja, so hevur ráðið valt at senda málið út aftur úr húsinum. Hesaferð er tað sjálv niðurstøðan hjá umboðsmanninum, sum verður send til hoyringar bæði á Løgmansskrivstovuni, hjá danska professaranum Karsten Revsbech, og hjá CIP. Eftirløn hjá tænastufólkum, løgtingsfólkum og landsstýrisfólkum og veðhald fyri Lív 3 nærkast fimm milliardum krónum. Moody s, sum aftur í oktober gav Føroyum góða rating, gott skoðsmál, hevur ikki eftirlønarskyldurnar hjá landskassanum við í sínum metingum, bara veðhaldið fyri Lív. Tey, sum læna landskassanum pengar, skeita fyrst í skoðsmálið hjá Moody s. Betri skoðsmálið er, lægri er rentan. Skoðsmálið, Moody s gav Føroyum í oktober, var Aa3, sum er tað fjórða hægsta av 21. Men útlitini eru negativ. Landskassin hevur eitt hall uppá 275 milliónir krónur í ár, og hetta merkir, at Vittus Qujaukitsoq Kujau kit sokk og hansara fyrisiting hava roknað 150 milliónir skeivt. Seinnapartin í gjár var tíðindafundur, og landsstýrismaðurin varð beinanvegin spurdur, um hann hevði roynt at dult hesar óhepnu upplýsingarnar til eftir valið. Nei, avgjørt ikki, svaraði hann og legði so afturat Vit eru í valstríði og hava ferðast nógv, men nú fekk eg stundir at halda ein tíðindafund um væntaða undirskotið, segði hann við Sermitsiaq AG. Aðalstjórin hjá landsstýrismanninum, sum eitur Peter Hansen, varð eisini spurdur um stóra frávikið sammett við forsagnirnar. Hann segði, at fíggjarkreppa valdar í ár. Tað høvdu vit ikki roknað við í 2013, tá fíggjarlógin varð gjørd, greiddi hann frá. Andstøðuleiðarin Sara Olsvig, forkvinna í IA, var skjót við atfinningunum móti sitandi landsstýri. Hetta er vánalig stjórn, sigur hon við Knummar Tað er ikki í lagi, at vit fáa so stórt undirskot. Vit noyðast at fáa tamarhald á grønlendska búskapinum, og tí mugu vit hava eitt landsstýri við trúvirði, sigur Sara Olsvig. Landsstýrið hevði roknað við inntøkum frá skattum og frá avgjøldum á alkoholi, tubbakki og makreli, men ístaðin var meira peningur brúktur til rakstur og løgur. Sermitsiaq AG skrivar, at hóast fyrisitingin var tilreiðar at almannakunngera nýggju tølini um stóra hallið tann 17. november, ja, so komu tey ikki fram í ljósmála fyrr enn í gjár, 26. november. Málið hjá Jóan Símun Edmundsson, sum tryggjaði sigurin á Grikkalandi í Athen, sendi ikki einans føroysku tjóðskaparkensluna móti hæddunum. Føroyar hava gjørt eitt risa lop upp eftir styrkilistanum hjá FIFA og eru nú nummar 105 yvir heimsins fótbóltstjóðir, beint frammanfyri Saudia Arabia og beint í hølunum á Avstralia. Hóast talan er um næst hægsta lop upp eftir FIFA styrkilistanum, so er í veruleikanum talan um størsta lopið, sigur Jákup Emil Hansen, sum er serkønur í altjóða fótbóltsstyrkilistunum. Føroyar liggja nú nummar 105 yvir heimsins fótbólstjóðir. Lopið kann gera, at Føroyar verða bólkaðar í næstniðasta styrkibólkinum, tá lutakastið til komandi HM undankapping verður næstaár. Heimsheilsustovnurin, WHO, vil vera við, at støðan er batnað í Liberia og í Guinea eru viðurskiftini støðug, meðan fólk framvegis verða smittað av ebola í Sierra Leone. Støðan kann vera verri enn tað, sum heimsheilsustovnurin vil vera við, verður upplýst. Samstundis verður arbeitt við at menna heilivág, sum kann lekja sjúkuna. Royndir eru gjørdar við koppseting, og úrslitni eru góð, upplýsir WHO. Men tað tekur tíð at fáa heilivágin so tryggan, at hann kann seljast, og fólkini, sum hava fingið heilivágin, skulu vera undir eftirliti fyri hjáárin í eitt ár. Tí fara fleiri mánaðir at ganga, til heilivágurin kann nýtast av álvara, upplýsir heimsheilsustovnurin. 16.000 fólk eru nú smittað av ebola sjúkuni, og 6.000 teirra eru deyð. Tað vísir seinasta uppgerðin hjá heimsheilsustovninum, WHO. Samstundis verður gjørt vart við, at fólk framvegis verða smittað, hóast støðan er broytt til tað betra. Tað er serliga í Liberia, Sierra leone og og í Guinea at sjúkan hevur gjørt um seg. Vit hoyra millum annaðabba Katrinar, Kimm Hanusson, kvøða Fagurt í Føroyum, saman við brøðrunum, Anton og Georg Hansen, og Jákupi Jacobsen, í Leynum. Eisini hoyra vit Dansifelagið í Havn kvøða nørkur ørindi úr kvæðnum, Risin á Leitrabergi, sum Kimm Hanusson skipar. Velbastaðmenn kvøða Hr Sinklar og Poul Eide kvøður Kom upp á Fjallatind. Kvinna greiðir frá eini vinkonu, sum í áravís hevur verið ótrúgv og brúkt seg sum umbering yvir fyri familjuni, tá hon hevur verið saman við elskaranum. Uttan at kvinnan visti av hesum. Gestirnir í Also halda hetta vera fullkomuliga við síðuna av, men siga, at hendan kvinnan hevur tvinnar kostir í at velja. Sig tað við vinkonuna ella gloym tað. Hinir spurningarnir snúgva seg um jólagávur, fermingargávur frá skúlanum og um børn, sum spakuliga missa sambandið við pápan. Gestirnir eru Leif Láadal, Súsanna Danielsen og Halleluja Sofus. Tormóður Stórá vil ikki treytaleyst taka við starvinum sum leiðandi yvirlækni á psykiatrisku deild á landssjúkrahúsinum, hóast hann er einasti umsøkjari, og starvið stendur honum í boði . Tormóður Stórá sigur, at játtanin til psykiatriska økið verður so nógv skerd, at hon verður bert ein viðfáningur, og tí ber ikki til at menna økið. Ein fundur verður aftrat við sjúkrahúsleiðsluna í morgin, og tá verður endaliga greitt, um Tormóður Stórá tekur av starvinum ella ikki, Hóast vit í fleiri dagar hava roynt at fingið eina samrøðu við forkvinnuna í IA, so eydnaðist tað okkum ikki til hesa sending. So her er ein lýsing av Saru Olsvig. Grønlendingar fara á val í morgin. Eitt tykist longu verða greitt. Annaðhvørt verður Kim Kielsen úr Siumut ella Sara Olsvig úr IA landsstýrisformaður ella landsstýrisforkvinna eftir valið. Á nýggju rundkoyringini, har nýggju vegirnir møtast á Argjum, er ein húkur settur upp. Tað eru tó hvørki Landsverk, næmingar á tekniska skúla, ið er nærindis, ella Tórshavnar kommuna, sum hava sett húkin upp í rundkoyringini. Vit hava spurt á øllum trimum støðum. Tórshavnar kommuna váttar, at kommunan eigur rundkoyringina, men ikki húkin. Hvør eigur hann, og hvør hevur sett hann á rundkoyringina, veit kommunan ikki, sigur Marius M ller, deildarleiðari. Allir møguleikar standa opnir fyri at skipa samgongu eftir landstingsvalið i Grønlandi, heldur Liljan Weihe, tíðindakvinna, sum fylgir valinum fyri kringvarpið. Hóast forkvinnan í IA í beinleiðis sjónvarpskjaki fríggjaði til formannin í Siumut um samgongu, er tað ikki vist, at IA og Siumut kasta saman. Ein møguleiki er eisini, at Siumut skipar samgongu saman við nýggja flokkinum hjá Hans Enoksen, fyrrverandi landsstýrisformanni og formanni í Siumut, og Attasut, sum Siumut hevur sitið í samgongu saman við seinasta valskeið. Tað hava Strandfaraskip Landsins og Johan Dahl, landsstýrismaður í samferðslumálum, í dag lovað borgarstjórum og tingmonnum úr Sandoynni. At Suðuroyggin nú verður eitt læknadømi merkir, at suðuroyingar sjálvir gera av, um teir vilja at halda fram hjá tí kommunulæknanum, sum teir longu hava, ella um teir vilja hava ein av hinum kommunulæknunum í nýggja læknadøminum. So er afturvendandi mentanarsending aftur á skránni í sjónvarpinum. Sendingin Grindin verður á skránni triðja hvørt hóskvøld í vetrarskránni. Vit fara um grindina og lýsa grundir, gongdir og viðurskiftir annars á mentanarpallinum. Vertur er Ivan Hentze Niclasen. Roskilde Festivalurin hevur longu avdúkað nøvn sum Pharell Williams, Suspekt, Mew og Av Av Av og Lamb of God, men í dag eru 20 onnur løgd afturat. Síggj øll nøvnini í sjónbandinum. Løgmaður hóttir 700 familjur.Soleiðis skrivar borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen. Uppáhaldið hjá borgarstjóranum kemur í kjalarvørrinum av, at løgmaður mælir frá at byggja stóra bingjuhavn uttan fyri forminnið, Havnar Skansa. Sambært uppteljing hjá Heðini Mortensen, borgarstjóra, arbeiða 700 fólk við havnarlagið í Tórshavn. Hesi størv sigur Heðin Mortensen vera hótt, tí løgmaður mælir til at byggja út á Skálafjørðinum ístaðin. Borgarstjórin heldur, at tað er betri, at eysturoyingar koma til Havnar, enn at havnarfólk fara inn á Skálafjørðin at arbeiða. Tað er ikki bara lætt at passa skúlan við síðuna av venjingum til sangleikin Grease. Arbeiðsdagar í upp til 10 og 12 tímar er meira enn so komið fyri, og tað er ikki altíð, at orkan er til øll skúlating. Katarina við Skipá hevur leiklutin sum MARTY, og Ernst Remmel er ein av tónleikarunum, og spælir trompet Men tað er stríði vert, siga bæði næmingar og skúlainspektørurin í Hoydølum Hans Pauli Torgarð, sum hava arbeit við Grease í umleið tveir mánaðir. Fyri skúlan er tað av týdningi, at næmingarnir fáa aðrar upplivinar enn bókligar við sær í ryggsekkin. Hans Pauli Torgarð, skúlainspektørur roynir at verja næmingarnar sum best, og hann hevur sýtt fyri, at tey spæla tvær ferðir um dagin, hóast at tey fegin vildu. Mynd Katarina við Skipá er Marty Plastvirkið LookNorth í Klaksvík hevur síðan stovnanina í 2000 vaksið seg til eina sunna og sterka fyritøku, sum hevur megnað at havt eitt fitt yvirskot á hvørjum ári seinastu átta árini. Umframt at gera pakkitilfar og aðra útgerð til ali og fiskivinnuna úr skúm og harðplasti, framleiðir virkið eisini bjálvingartilfar til byggivinnuna. Tilsamans fevnir vøruúrvalið hjá LookNorth í dag um 50 60 ymiskar vørur, harav ein fittur partur verður útfluttur. Sjey fólk arbeiða í løtuni á virkinum, men roknað verður við, at starvsfólkatalið fer at økjast í sambandi við ætlaðu útbygginginarnar, ið standa fyri framman. Stigtakari og stjóri á LookNorth er Árni Skaale, og hann er gestur í útvarpsstovuni hjá Leivi Hansen í dag. Vøran er ikki spilt ella nakað sovorið, sambært heilsufrøðiligu starvsstovuni, men í Ravioli tomatsós er hveiti, mjólk og selleri og tað stendur ikki á merkingini. Vøran kann tí elva til allergisk útbrot hjá fólki, sum eru ovurviðkvom og ikki tola hveiti, mjólk ella selleri, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan. Ráðini frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni eru at koyra vøruna burtur, ella at lata hana inn aftur til handilin, har hon er keypt. Lærararnir í Venjingarskúlanum og Tórshavnar Kommunuskúla fóru so nakkalangir av aftur einum fundi, sum skuldi vera mikudagin um at leggja Kommunuskúlan og Venjingarskúlan saman í Vesturskúlan. Eingin frá Tórshavnar Kommunu kom á fundin. Tað skrivar Skúlablaðið. Mentamálaráðið heitti á skúlaleiðslurnar um at boða til fundar. Endamálið við fundinum var, at umboð fyri kommununa skuldu greiða lærarunum frá, hvussu gongst at fyrireika byggingina, og nær Vesturskúlin verður liðugur. Eftir at hava bíðað 35 minuttir, uttan at nøkur boð vóru komin frá kommununi, fóru lærararnir av fundinum, sigur lærari, sum Skúlablaðið hevur tosað við. Ætlanin við fundinum var eisini at samansjóða lærararnar í Venjingarskúlanum og Kommunuskúlanum. Í báðum skúlunum fyrireika tey seg at gerast ein skúli. Bólkar eru skipaðir, har lærarar arbeiða við ávísum økjum. Vit vilja fegin verða tikin upp á ráð, og tí fóru vit øll spent á fundin mikudagin, sigur lærarin við Skúlablaðið. Næsta leygardag fara tveir sterkir føroyingar at kappast móti tveimum sterkum dønum. Føroysku umboðini eru Bjarni Nielsen og Jákup Súni Berg, og sum skulu kappast móti Mikkel Leicht og Micolai Hansen. Slíkar kappingar hava verið áður, men henda verður tó nakað øðrvísi, tí her er talan um eina par kapping. Tað merkir, at hvørt lið kappast saman í samanlagt fimm greinum Norski oljugrunnurin er nú farin uppum 6.000 milliardir krónur. Í skrivandi stund, stendur hann til at vera 6.077 milliardir krónur verdur. Tá fíggjarlógin fyri í ár varð samtykt, metti norska stjórnin, at virðið á oljugrunninum fór at vera 5.500 milliardir krónur við árslok. Grønland ætlar sær okkurt um 100.000 tons aftur næsta ár, sigur Jørgen Isak Olsen, aðalstjóri í grønlendska fiskimálaráðnum, við KNR, grønlendska kringvarpið. Knappliga 80.000 tons av makreli vórðu fiskað í grønlendskum sjógvi í ár. Sørvágs Country og Bluesfestivalur, sum verður fyrsta vikuskiftið í juni hevur nú almannakunngjørt fyrstu nøvnini. Samstundis er avgjørt at árligi Truckerfestivalurin eisini verður hetta vikuskiftið í Sørvági Hvat er tað góða og hví skulu vit bera okkum etiskt rætt at Royna vit bert at gera tað góða, tí vit eru bangin fyri at verða revsað Lærari í filosofi Jógvan D. Hansen, sigur frá. Í sendingini hoyra vit íslendska skaldið Sjón, Jóanes Nielsen og donsku tíðindakvinnuna Mette Fugl. Sjón er best umtókti rithøvundur í Íslandi nú á døgum, og fekk í 2005 norðurlendsku bókmentavirðislønina. Eitt heildarsavn av yrkingum hjá Jóanes Nielsen er komið, og í tí sambandi var rithøvundurin gestur á Bókadøgunum. Sama var Mette Fugl, sum í nýggjarai bók gevur ilt av sær um nýrákið innan sjónvarpstíðindaflutningin. Útróðrarmenninir í Grønlandi kunnu frøast um, at teir nú beint fyri landstingsvalið hava fingið størri toskakvotu. Grønlendska Fiskimálaráðið hevur nevniliga í fyrradagin gjørt av, at toskakvotan á landgrunninum í Vesturgrønlandi verður hækkað við 2.000 tonsum. Fiskimálaráðið sigur, at allir floksformenninir og kvinnurnar hava verið við til at tikið hesa avgerðina, sum skal tryggja framhaldni í fiskivinnuni á sjógvi og landi , sum tað stendur orðað í tíðindaskrivinum. Tað er Fiskimannafelagið í Grønlandi, sum vildi hava størri kvotu til limir sínar, sum ongan kvotu hava havt, síðani hon var uppi tann 19. november. Fiskimálaráðið sigur í grundgevingini fyri hækkanini, at avleiðingarnar annars høvdu verið neiligar, nú arbeiðsloysi er stórt. Landsstýrið játtaði at hækka kvotuna við 2.000 tonsum afturat fyri at hjálpa ikki bara fiskimonnunum, men eisini starvfólkunum í framleiðsluni og samfelagnum í síni heild, stendur í tíðindaskrivinum. Náttúrustovnurin í Grønlandi hevur hinvegin mælt frá at hækka toskakvotuna. Fiskifrøðingarnir mæltu upprunaliga til, at toskakvotan í 2014 skuldi vera 12.000 tons. Í oktober varð kvotan kortini hækkað við 4.500 tonsum, og nú aftur við 2.000 tonsum. Samlaða toskakvotan á landgrunninum í Vesturgrønlandi endar tískil á 18.500 tonsum í 2014. Á fundi í gjárkvøldi samtykti Vestmanna Bygdarráð fíggjarætlanina fyri 2015, og ein raðfesting er, at kommunuskattaprosentið fer úr 23 niður í 22 prosent. Lækkingin svarar til eini fýra prosent av samlaðu skattainntøkunum hjá Vestmanna kommunu, ella 1,7 milliónur krónur. Vestmanna Kommuna hevur minkað um sínar útreiðslur, samstundis sum skattainntøkurnar eru vaksnar, og hetta síggja vit sum ein gyltan møguleika at lætta um hjá vestmenningunum, sigur Pauli Petersen, borgarstjóri, í fráboðan frá kommununi. Tað var eitt samt bygdarráð, sum í gjárskvøldið samtykti at lækka kommunuskattin í bygdini. SEV hevur 40 45 millíónir krónur í avlopi í ár og væntar 37 milliónir næsta ár. Men nógv lán skulu takast til íløgur, og tí er neyðugt at hækka prísin, sigur Jákup Suni Lauritsen, nevndarformaður í SEV Á eykaaðalfundi í dag hava kommunurnar, sum eiga SEV, góðkent frágreiðing frá nevndini um virksemið, fíggjargongdina og uppskotið um fíggjarætlan fyri 2015. SEV skal gera íløgur fyri 407,5 milliónir krónur næsta ár og læna nakrar hundrað milliónir afturat, so skuldin kemur upp í eina milliard og 165 milliónir krónur. Virðisbrøvini, sum Sólborg Dulavík og Poul Michelsen keyptu eftir ráðum frá Eik mistu alt virðið, tá amerikanski bankin Lehman Brothers fór á heysin hálvan september í 2008. Sólborg Dulavík og Poul Michelsen stevndu Eik Banka, tí Eik keypti Kaupting í Føroyum í 2007. Men sambært Eystara landsrætti heftir Eik ikki fyri virðisbrævasølurnar hjá Kauptingi, og tí er Eik Banki frídømdur. Proces bevillings nævnet, sum skal geva loyvi til at fara í Hægstarætt, helt ikki, at málini eru nóg prinsipiell til at fara í Hægstarætt. Brandur Ellingsgaard, advokatur, hevur 10 aðrar stevningar móti Eik Banka liggjandi í Føroya rætti. Sakarkrøvini eru samanløgd 18 milliónir krónur. Brandur Ellingsgaard sigur, at hann nú tosar við tey, hann hevur stevnt fyri, um stevningarnar skulu takast aftur. Trý av hesum málum eru sum málið hjá Poul Michelsen. Har segði Føroya rættur, at Poul Michelsen skuldi hava 318.000 krónur í endurgjaldi umframt rentu, tí ein ráðgevi hjá Eik Banka í 2008 ikki ávaraði hann móti virðisbrøvunum í Lehman Brothers, sum tá var farin at ridla. Tann 14.juli í 2008 mælti ráðgevin Poul Michelsen til IKKI at sleppa sær av við virðisbrøvini. Tveir mánaðir seinni fór Lehman Brothers á heysin. Føroya rættur segði, at ófullfíggjaða ráðgevingin, sum Poul Michelsen fekk frá Eik Banka, gjørdi, at hann misti sínar pengar. Niðurstøðan var, at Eik heftir fyri sín ráðgeva og skuldi tí gjalda Poul Michelsen 318.000 krónur umframt 33.000 krónur í sakarkostnaði, segði Føroya rættur. Men Landsrætturin frídømdi Eik fyri hetta. Skulu hini trý sakarmálini roynast í Føroya rætti, krevst, at tey, sum stevna, kunnu prógva, at ráðgevarnir hjá Eik áttu at vitað, hvønn vegin tað bar hjá Lehman Brothers, tveir mánaðir, áðrenn bankin fór á heysin. Hóast skotar á fólkaatkvøðuni í september gjørdu av at verða saman við Bretlandi, so fáa skotar nú størri sjálovstýri. David Cameron setti eina serliga nevnd at viðgera støðuna, og sonevnda Smith nevndin er nú komin við sínari niðurstøðu. Millum annað skulu skotar í framtíðini áseta skattin í landinum. Og skotar fáa ræðisrættin á 10 prosentum av inntøkunum frá meirvirðisgjaldinum. Skotar skulu nú eisini áseta prísin fyri at leiga almennar bústaðir. Hetta var eitt krav frá skotum, tí bretska stjórnin hevur lækkað ískoytið til almennu bústaðirnar. Skotar sleppa haraftrat at gera av, um valaldurin skal verða verandi 16 ár. Tað var fyrstu ferð roynt á fólkaatkvøðuni í september. Tá talan er um fosturtøku, kundi nevndin ikki semjast, og tí verða ongar broytingar gjørdar á tí økinum. Bretar eru í øðini um, at skotar framhaldandi skulu fáa pengar eftir eini ávísari skipan, sum gevur skotum fleiri almennar pengar fyri hvørt fólk enn bæði bretar og walisar fáa. Millum íløgurnar, sum SEV ætlar at gera næsta ár, og sum varð samtykt á eykaaðalfundi í dag, eru løðistøðir til el bilar á støðum í Føroyum, sum liggja høgliga fyri. Føroysk studio sending við trimum gestum í sjónvarpsstovuni hvørt sunnukvøld. Talan er um eina breiða sending við millum annað gestum frá vinnulívinum, mentanarpallinum, ítróttinum, samfelagskjakinum og annars fólkum, sum hava áhugaverdar ella øðrvísi lagnur og sjónarmið. Døgg Jógvansdóttir úr Dímun er í vangamyndini hesaferð. Døgg býr á Stóru Dímun, og hon hevur akkurát fylt 11 ár. Úti í Stóru Dímun búgva átta fólk. Og har eru nógv ymisk djór, hundar, høsn, dunnur, neyt og eisini vagtlar sum verpa lítil egg. Døgg dugir væl at greiða frá um alt, eisini um Kleivina og søgnina um Anniku. Og so dansa Døgg og Felisia ballóndans í garðinum. Og mínar Damur og Harrar Hundurin hesaferð líkist Myrka troyggjuGit nú Nei, tað er ikki heilt lætt Men so Nú bar til o Og so NÚúúúúúú gyklarin er í køkinum, kemur upp í køkin, og skal brúka eina fløsku og pengar bæði myntir og seðlar. Enn einaferð verður skorin frukt til góð hugskot. Og tað er enn sum áður Kob, sum dugir so væl at skera og læra Felisiu og okkum onnur. Hesaferð ber til at síggja allar skornar fruktir í einum. Og Felsia J. Helsmsdal er vertinnan í sendingini, hon er 12 ár. Elin Dagbjartsdóttir Neshamar og Páll Danielsen leggja sendingina til rættis. Tað hevur tikið nógv longur tíð enn ætlað at leiða avlopshitan frá elverkinum hjá SEV á Sundi og Brennistøðini á Hjalla til stórar brúkarar í Havnini. Vit hava roynt at fingið samrøðu við Marjuna Hanusardóttir, stjóra á løgmansskrivstovuni, hvat hon heldur um, at Fíggjarmálaráðið sendir eina niðurstøðu hjá Løgtingsins Umboðsmanni til hoyringar. Mín stutta viðmerking er, at sum eg skilji, so er Fíggjarmálaráðið farið undir at viðgera áleikandi innlitsmálið av nýggjum, samsvarandi við niðurstøðuna hjá umboðsmanninum. Hvønn arbeiðshátt, Fíggjarmálaráðið velur at brúka í hesum sambandi havi eg, sum er, ongar viðmerkingar til. Fátækadømi hevur seinastu fimm árini verið nógv uppi og vent. Serliga tí felagsskapurin Í Menniskjum Góður Tokki hevur varpað ljós á hetta. Í sendingini varpa vit ljós á hetta, har vit tosa við Elisabeth Thomsen og Mariu Fríðu Guttesen, sum hava liva í sera trongum skóm fíggjarliga. Eisini greiðir Tjóðhild Patursson frá sínum átakið, ið snýr seg um at bjóða sær sjálvum av við at liva fyri 20 krónum um dagin. Síðani greiðir Alice Simonsen, nevndarlimur í Í Menniskjum Góður Tokki , frá, hvussu fátækadømi ávirkar ungdómin. Snertur og riddararnir hava tikið drotningina til fanga og Kevin ger av ræða teir. Hann tryggjar sær hjálp frá Eir,Følva og Skæru, men tey koma skjótt eftir, at tað er lættari sagt enn gjørt. Jólakongur 24. des Um Jólakongin Ein bergtakandi blanding av ævintýri, riddarum og vinalag. Jólakongur er ein familjurøð um 9 ára gamla Kevin og spennandi hendingar, tí hann finnur ein dal, har riddarar búgva. Kevin og tey búgva í Silvurskógi. Pápin er grannskoðari og arbeiðir fyri eina eitt sindur grussuta konu, sum ber seg at, sum átti hon alla bygdina. Mamman, sum er løgreglukona, keðir seg í starvinum, tí onki hendir nakrantíð, systirin, Mira, ímyndar sær, at hon er prinsessa, og tað roynir hon so eisini at vísa. Øll í Sivurskógi hava nógv at gera til jóla, tá Kevin og tey koma eftir, at húsini eru full í soppi og at tey noyðast at flyta út. Útlitini fyri at fáa eini gleðilig jól eru alt annað enn góð. Jólakongur er ein spennandi og stór verkætlan, til allar familjur í Føroyum. Hetta er nevniliga ein familiu 45 sjónvarpskalendari. Allur jólakalendarin er týddur til føroyskt, og øll sum eru við tosa á føroyskum hóast filmurin upprunaliga er á norskum. Øll hava gjørt sær ómak at tosa so væl og rætt, so alt sær so gott út sum gjørligt. Onkuntíð er tað næstan ómøguligt at fáa alt at passa saman. Men tað ber til, og nú jólakalendarin er liðugur, eru øll væl nøgd við úrslitið. Hvønn dag í desember verður Jólakongur at síggja í barnasjónvarpinum klokkan hálvgum sjey. Eisini leygardag og sunnudag. Byrjað verður mánadagin 1.desember kl.18 30 og seinasti partur verður 24.desember. Nýggju ára gamli Kevin og familja hansara búgva í Silvurskógi. Kevin ætlar, at hesi jólini skulu vera tey bestu nakrantíð. Men ikki gongst altíð, sum ætlað, so hann fyrireikar alt tað hann kann fyri at tryggja sær, at alt gongur so væl sum gjørligt. 1. partur 2.des. Kevin er forvitin eftir at vita meir um handskan , sum hann hevur funnið í loyniholuni í skóginum, men Petur forðar. Og kortini førir handskin Kevin til ein heim, hann ikki visti um. 2. partur 3.des. Kevin hevur uppdagað ein fjaldan dal, har summar er mitt um veturin. Har hittir hann Følva og Skæru. Tey hava aldri sæð kava, og hava heldur ongantíð hildið jól. 3. partur 4.des. Í hesum løgna nýggja heiminum, í Riddaradalinum, eru fólk ovfarin av Kevin og kavanum, hann hevði við sær. Tey eru spent at vita, hvar hann man búgva. Tí ongantíð hevur kavi verið í dalinum, síðan drotningin hvarv 4. partur 5.des. Kevin tekur eina heimagjørda kavakanón við sær í dalin, og fólkið har bjóðar honum at verða kongur Men tað dámar Snerti als ikki, tí hann hevði ætlað sær trónuna sjálvur. Hjálparmaður kongs verður persónligur hjálpari hjá Kevini 5. partur 6.des. Barnadagur er, og Kevin hevur bjóðað børnunum í dalinum at halda dagin á kongsborgini. Men onkur hevur uppdagað tunnilin, sum bindur dalin saman við Silvurskógi. 6. partur 7.des. Kevin sær, at fólkið í dalinum heldur, at hann dugir at gera kava, men dugir hann sjálvandi ikki. Kemur hetta fram og familjan frættir tað, verða eingi jól, sum hann gleðir seg so nógv til. 7. partur 8.des. Kevin má fáa handskan, sum Petur hevur stolið frá honum, aftur. Men Petur noktar at geva honum hann, uttan serligar treytir. Men eitt óhapp hendir, og tá fær kevin eitt gott hugskot. 8. partur 9.des. Kevin stríðist við at fáa handskan aftur frá Peturi og hevur bjóðað honum av. Tíbetur kennir hann onkran, sum kann hjálpa honum. 10. partur 11.des. Kevin ivast, um hann skal fara at dystast við Petur ella ikki. Men um hann ikki ger tað, hvussu skal hann so fáa handskan aftur 11. partur 12.des. Petur hevur fingið handskan, men fyri at vita, hvussu hann skal brúkast, noyðist hann at lata Sølva hann. Men er Sølvi tann einasti, sum dugir at brúka handskan 12. partur 13.des. Kevin heldur, at riddararnir báðir, sum ikki eru av teimum gløggastu, royna at fáa fatur á handskanum og ætla at geva Snerti hann, tí torir hann ikki at taka hann við í dalin. Hann biður Eir ansa eftir honum. 13. partur 14.des. Mira og Lamarr royna at villleiða riddararnar, so teir sjálvir kunnu taka sekkin við jólakúlum og vinning sum Randi Krohn hevur latið. Tá Eir roynir handskan hendir nakað snetugt. 14. partur 15.des. Randi Krohn avdúkar, at Petur hevur funnið tær stolnu jólakúlurnar í útvarpsskúrinum við skoytubreytina. Tá Sára gongur framvið at leita eftir sporum, finnur hon annan vøttin hjá Kevin. Kann Kevin hava tikið jólakúlurnar 15. partur 16.des. Kavadagur er og fólk bíða spent, til Kevin kemur at gera kava Men Kevin er innilæstur í løgreglubilinum saman við mammu síni. Tíbetur kemur Mira út. 16. partur 17.des. Kevin heldur, at mamma Eir er drotningin, sum hvarv. Uppi á loftinum hjá Eir og teimum finna tey bæði eitt loynirúm, sum váttar tað, sum Kevin hevði illgruna um. 19. partur 20.des. Kevin tekur Eir við til Riddaradalin at hitta Morild. Morild er ovfarin at fáa vitjan av teimum og er málleys, tá Eir fer úr húgvuni og avdúkar silvurlokkarnar. 20. partur 21.des. Meðan Anton og Mira eru í skóginum og fella eitt jólatræ, sigur Kevin Siri alt hann veit um handskan og Riddaradalin. Tá Anton og Mira koma aftur, er onkur sum bæði Kevin og Siri kenna við og sum Kevin als ikki hevur hug at hitta. 21. partur 22.des. Eir er spent at fara aftur í dalin og at búgva í Silvurskóginum saman við Kevini. Petur sigur við mammu sína, at tað var ljótt gjørt av henni at renna Gran familjuna út úr húsunum, og hóast tað hon hevur gjørt, áttu tey øll at hildið jól saman. 22. partur 23.des. Snertur hevur boðsent riddarunum til fundar í dalinum, og teir eru á veg í Silvurskógin. Skara sær teir koma, og hon og Følvi fara aftaná, og tað vísir seg at vera verri enn hildið. Tey síggja, at Iris drotning er í vanda og gera av at gera alt tey kunnu at ávara hana. Snertur og riddararnir hava tikið drotningina til fanga og Kevin ger av ræða teir. Hann tryggjar sær hjálp frá Eir,Følva og Skæru, men tey koma skjótt eftir, at tað er lættari sagt enn gjørt. Um Jólakongin Ein bergtakandi blanding av ævintýri, riddarum og vinalag. Jólakongur er ein familjurøð um 9 ára gamla Kevin og spennandi hendingar, tí hann finnur ein dal, har riddarar búgva. Kevin og tey búgva í Silvurskógi. Pápin er grannskoðari og arbeiðir fyri eina eitt sindur grussuta konu, sum ber seg at, sum átti hon alla bygdina. Mamman, sum er løgreglukona, keðir seg í starvinum, tí onki hendir nakrantíð, systirin, Mira, ímyndar sær, at hon er prinsessa, og tað roynir hon so eisini at vísa. Øll í Sivurskógi hava nógv at gera til jóla, tá Kevin og tey koma eftir, at húsini eru full í soppi og at tey noyðast at flyta út. Útlitini fyri at fáa eini gleðilig jól eru alt annað enn góð. Jólakongur er ein spennandi og stór verkætlan, til allar familjur í Føroyum. Hetta er nevniliga ein familiu 45 sjónvarpskalendari. Allur jólakalendarin er týddur til føroyskt, og øll sum eru við tosa á føroyskum hóast filmurin upprunaliga er á norskum. Øll hava gjørt sær ómak at tosa so væl og rætt, so alt sær so gott út sum gjørligt. Onkuntíð er tað næstan ómøguligt at fáa alt at passa saman. Men tað ber til, og nú jólakalendarin er liðugur, eru øll væl nøgd við úrslitið. Hvønn dag í desember verður Jólakongur at síggja í barnasjónvarpinum klokkan hálvgum sjey. Eisini leygardag og sunnudag. Byrjað verður mánadagin 1.desember kl.18 30 og seinasti partur verður 24.desember. Kevin er forvitin eftir at vita meir um handskan , sum hann hevur funnið í loyniholuni í skóginum, men Petur forðar. Og kortini førir handskin Kevin til ein heim, hann ikki visti um. 1.des. 1. partur Nýggju ára gamli Kevin og familja hansara búgva í Silvurskógi. Kevin ætlar, at hesi jólini skulu vera tey bestu nakrantíð. Men ikki gongst altíð, sum ætlað, so hann fyrireikar alt tað hann kann fyri at tryggja sær, at alt gongur so væl sum gjørligt. 3.des. 3. partur Kevin hevur uppdagað ein fjaldan dal, har summar er mitt um veturin. Har hittir hann Følva og Skæru. Tey hava aldri sæð kava, og hava heldur ongantíð hildið jól. 4.des. 4. partur Í hesum løgna nýggja heiminum, í Riddaradalinum, eru fólk ovfarin av Kevin og kavanum, hann hevði við sær. Tey eru spent at vita, hvar hann man búgva. Tí ongantíð hevur kavi verið í dalinum, síðan drotningin hvarv 6.des. 6. partur Barnadagur er, og Kevin hevur bjóðað børnunum í dalinum at halda dagin á kongsborgini. Men onkur hevur uppdagað tunnilin, sum bindur dalin saman við Silvurskógi. 5.des. 5. partur Kevin tekur eina heimagjørda kavakanón við sær í dalin, og fólkið har bjóðar honum at verða kongur Men tað dámar Snerti als ikki, tí hann hevði ætlað sær trónuna sjálvur. Hjálparmaður kongs verður persónligur hjálpari hjá Kevini 8.des. 8. partur Kevin má fáa handskan, sum Petur hevur stolið frá honum, aftur. Men Petur noktar at geva honum hann, uttan serligar treytir. Men eitt óhapp hendir, og tá fær kevin eitt gott hugskot. 7.des. 7. partur Kevin sær, at fólkið í dalinum heldur, at hann dugir at gera kava, men dugir hann sjálvandi ikki. Kemur hetta fram og familjan frættir tað, verða eingi jól, sum hann gleðir seg so nógv til. 10.des. 10. partur Kevin stríðist við at fáa handskan aftur frá Peturi og hevur bjóðað honum av. Tíbetur kennir hann onkran, sum kann hjálpa honum. 9.des. 9. partur Petur hevur fingið handskan, men fyri at vita, hvussu hann skal brúkast, noyðist hann at lata Sølva hann. Men er Sølvi tann einasti, sum dugir at brúka handskan 11.des. 11. partur Kevin ivast, um hann skal fara at dystast við Petur ella ikki. Men um hann ikki ger tað, hvussu skal hann so fáa handskan aftur 14.des. 14. partur Mira og Lamarr royna at villleiða riddararnar, so teir sjálvir kunnu taka sekkin við jólakúlum og vinning sum Randi Krohn hevur latið. Tá Eir roynir handskan hendir nakað snetugt. 13.des. 13. partur Kevin heldur, at riddararnir báðir, sum ikki eru av teimum gløggastu, royna at fáa fatur á handskanum og ætla at geva Snerti hann, tí torir hann ikki at taka hann við í dalin. Hann biður Eir ansa eftir honum. 16.des. 16. partur Kavadagur er og fólk bíða spent, til Kevin kemur at gera kava Men Kevin er innilæstur í løgreglubilinum saman við mammu síni. Tíbetur kemur Mira út. 15.des. 15. partur Randi Krohn avdúkar, at Petur hevur funnið tær stolnu jólakúlurnar í útvarpsskúrinum við skoytubreytina. Tá Sára gongur framvið at leita eftir sporum, finnur hon annan vøttin hjá Kevin. Kann Kevin hava tikið jólakúlurnar 18.des. 18. partur Kevin tekur Eir við til Riddaradalin at hitta Morild. Morild er ovfarin at fáa vitjan av teimum og er málleys, tá Eir fer úr húgvuni og avdúkar silvurlokkarnar. 19.des. 19. partur Kevin heldur, at mamma Eir er drotningin, sum hvarv. Uppi á loftinum hjá Eir og teimum finna tey bæði eitt loynirúm, sum váttar tað, sum Kevin hevði illgruna um. 22.des. 22. partur Eir er spent at fara aftur í dalin og at búgva í Silvurskóginum saman við Kevini. Petur sigur við mammu sína, at tað var ljótt gjørt av henni at renna Gran familjuna út úr húsunum, og hóast tað hon hevur gjørt, áttu tey øll at hildið jól saman. 21.des. 21. partur Meðan Anton og Mira eru í skóginum og fella eitt jólatræ, sigur Kevin Siri alt hann veit um handskan og Riddaradalin. Tá Anton og Mira koma aftur, er onkur sum bæði Kevin og Siri kenna við og sum Kevin als ikki hevur hug at hitta. 23.des. 23. partur Valhølið í Nuuk, Katuaq, hevur verið fult av fólki í síðani klokkan9 í morgun. Tá klokkan var farin av átta í kvøld høvdu 70,3 av veljarunum verið á vali. Tað eru 0,6 fleiri enn á Landstingsvalinum í marts 2013. Einans 326 atkvøður vóru á muni ímillum Siumut og IA, sum gjørdist næststørsti flokkur. Báðir flokkar fáa 11 sessir í Landstinginum. Siumut vann landstingsvalið í Grønlandi í gjár og gjørdist størsti flokkur í landstinginum. Men tað var ein tepur sigur. Bara 326 atkvøður vóru á muni millum Siumut og IA. Báðir flokkar fáa 11 sessir í nývalda landstinginum. Formaðurin í Siumut, Kim Kielsen, fer at tosa við allar flokkar um samgongusamstarv eftir sigurin á valinum í gjár. Hoyr samrøðu við Kim Kielsen her. Hóast Siumut gjørdist størsti flokkur á valinum í gjár, fegnast forkvinnan í Inuit Ataqatigiit, Sara Olsvig, um valúrslitið. Sjálv gjørdist hon toppskorari á valinum, tá tað snýr seg um persónligar atkvøður. Tilsamans 5825 fólk atkvøddu fyri henni. Sara Olsvig sigur, at hon vil hava eitt breitt samstarv. Tað var sera javnur dystur millum Siumut og Inuit Ataqatigiit á valinum í gjár. Men tá av tornaði gjørdist Siumut drúgvasti flokkurin. Siumut fekk 34,3 prosent av atkvøðunum, Inuit Ataqatigiit 33,2 prosent, Demokratarnir 11,8 prosent, Partii Naleraq 11,6 prosent, Atassut 6,5 prosent og Partii Inuit 1,6 prosent. 31 sessir eru í landstinginum í Grønlandi, og valúrslitið hevur við sær, at Siumut og IA fáa 11 tingsessir í part. Demokratarnir fáa 4 sessir. Partii Naleraq, sum er flokkurin hjá fyrrverandi landsstýrisformanninum, Hans Enoksen, fær 3 tingsessir. Og minsti flokkurin í landstinginum verður Atassut, sum fær 2 sessir. Partii Inuit sleppur ikki inn um tinggáttina hesaferð. Flestu persónligar atkvøður fekk forkvinnan í IA, Sara Olsvig, sum fekk 5825 atkvøður. Næstflestar atkvøður fekk formaðurin í Siumut, Kim Kielsen, sum fekk persónliga álitisváttan frá 4604 veljarum. Og nummar trý á toppskoraralistanum gjørdist Hans Enoksen í Partii Naleraq, sum fekk 2425 persónligar atkvøður. Hans Enoksen fór úr Siumut í januar í ár. Tað var í 2012, at Fróðskaparsetrið fór undir at kanna føroyskar rottur. Setrið heitti á fólk kring landið um at útflýggja rottur deyðar sum livandi til nærri kanningar. Fyrst og fremst vildu granskararnir vita, um bakterian, Leptospira Interrogans, finst í rottunum. Hendan bakterian kann elva til sjúkuna leptospirosa, sum bæði fólk og djór kunnu fáa. Sjúkan kann vera vandamikil. Haraftrat vildu tey kanna, hvørjir parasittar liva á rottunum. Og so skulu eisini DNA kanningar gerast fyri at staðfesta, hvaðani føroyska rottan stavar, og um genetiskur munur er á rottunum ymsastaðni í Føroyum. Og tey fyrstu úrslitini vísa, at bakterian, Leptospira Interrogans, ikki finst í føroyskari rottu. Í november í fjør vóru royndir frá teimum fyrstu 61 rottunum sendar til kanningar í Danmark. Úrslitini vísa, at ongin av rottunum hevði hesa bakteriuna. Men Fróðskaparsetrið heldur talið á kannaðum rottum vera ov lítið. Fyri góðum trimum vikum síðan sendu tey royndir frá nøkrum rottum aftrat til kanningar í Danmark. Úrslitini av hesum kanningunum verða væntandi klár um ársskiftið, sigur Eyðfinn Magnussen, granskari á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum. Á Náttúruvísindadeildini vilja tey fegin hava fleiri rottur til kanningar. Á heimasíðuni hjá Fróðskaparsetrinum ber til at lesa mannagongdirnar, tá fólk skulu lata Náttúruvísindadeildini rottur. Tað verður klokkan 14 mánadagin, at fyrsta skotið verður latið av til tunnilin. Hetta verður Hvannasundsmegin, upplýsir Landsverk. 16 tímar. So stutta tíð tók tað Jóhan Dahl, landstýrismanni í vinnumálum, at snikka saman eitt tíðindaskriv, sum fríkendi landsstýrismannin eftir harðar ábreiðslur frá Landsstýrismálanevndini. Vit hava fylgt slóðini, sum vísir sera tætt samband millum Vinnumálaráðið og ráðið hjá løgmanni, ið annars eigur at hava eftirlit við landsstýrismanninum. Marjun Hanusardóttir gav kunningarráðgevanum hjá løgmanni boð um at hjálpa landsstýrismanninum, hóast hon ikki hevði lisið niðurstøðuna hjá Landsstýrismálanevndini. Hoyr samrøðu við Marjuna Hanusardóttir her. Sjálv gjørdist Sara Olsvig toppskorari á valinum, tá tað snýr seg um persónligar atkvøður. Tilsamans 5825 fólk atkvøddu fyri henni. Sara Olsvig sigur, at hon vil hava eitt breitt samstarv. Føroysku svimjararnir eru Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag, Cecilia Wigant Eysturdal úr Ægir og Leivur Mortensen úr Havnar Svimjifelag. Mikudagin svimur Leivur Mortensen 200 metur frí. Hósdagin svimur Cecilia Wigant Eysturdal 800 metur frí, og Leivur Mortensen 400 metur frí. Fríggjadagin svimja Pál Joensen og Leivur Mortensen 400 metur frí, meðan Cecilia Wigant Eysturdal 400 metur frí. Og sunnudagin svimur Cecilia Wigant Eysturdal 200 metur frí, meðan Leivur Mortensen og Pál Joensen svimja 1500 m. Størstu vónirnar eru til Pál Joensen í 1500 metur frí og kanska eisini í 400 metur frí, sigur Rókur í Jákupsstovu, formaður í Svimjisambandinum. Í 400 frí skulu teir svimja um at koma í finalu sama kvøld, meðan 1500 frí verður avgreitt við beinleiðis finalum, har teir átta svimja í finalupartinum um kvøldið, sum hava bestu tilmeldingartíð frá øðrum stevnum hetta seinasta árið. Enn er ógreitt, um Pál er millum teir átta við bestu tilmeldingartíðum, men har skuldi verið góður møguleiki fyri tí, sigur Rókur í Jákupsstovu. Tað ber til at fylgja við úrslitunum, og at síggja kappingarnar á millum annað Eurosport. Danska TV2 sendir eisini fra innleiðandi og finalum. Almannaverkið hevur mett, at tað noyðist at rinda arbeiðsleysum 2,2 milliónir krónur meira um árið í forsorgarhjálp, tá lógin um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing er broytt. Og í broytingaruppskoti til uppskotið um fíggjarlóg fyri 2015, sum Fíggjarnevndin hevur fingið frá landsstýrinum, biður landsstýrið um at hækka játtanina til vanliga forsorg 2,4 milliónir krónur, tí nógvar broytingar skulu gerast í lógini um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, tí ALS skal spara pengar. Sambært lógini skal kommunan rinda festaranum endurgjaldið, men Tórshavnar kommuna og landsstýrið eru vorðin samd um, at landið skal rinda ein part av endurgjaldinum fyri lendið til golfvøllin. Og 600.000 krónur, sum Taks skuldi brúka til innbúgv í ár, verða fluttar til næsta ár, tí innbúgvið skal bjóðast út av nýggjum á Keypsportalinum. Tjóðveldi fær undirtøku í løgtinginum fyri uppskotinum um at biðja landsstýrið skjótast gjørligt koma við lógarbroytingum, so til ber at nokta fólki at sleppa inn í landið, sum ætla at bróta lógir ella hótta lóglig rættindi í Føroyum. Rættarnevndin hjá løgtinginum mælir tinginum til at samtykkja uppskotið, men tó við teirri broyting, at skjótast gjørligt verður í seinasta lagi 1.mai næsta ár. Rættarnevndin mælir eisini til at strika orðið einstaklingar í uppskoti Tjóðveldis. Eftir stendur orðingin at forða umboðum fyri felagsskapir, sum hava til endamáls at fremja ólógligt virksemi ella hótta lóglig rættindi í Føroyum, at koma til landið ella útinna fyrireikingar til tílíkt virksemi í Føroyum. Politiið er annars liðugt at eftirmeta, hvussu tað stóð seg í summar, tá Sea Shepherd var her. Seinasta hond verður løgd á eftirmetingina mikudagin. Danski professarin, Karsten Revsbech, leggur Fíggjarmálaráðnum lag á, hvussu ráðið kann almannakunngera so lítið sum gjørligt av uppskotinum til sáttmála við Copenhagen Infrastructure Partners. Ráðini hjá Karsten Revsbech, professara í løgfrøði, vera givin í einum skrivi, sum hann hevur sent Fíggjarmálaráðnum tann 26. november. Eftir at Løgtingsins Umboðsmaður herfyri bað Fíggjarmálaráðið um at viðgera eina innlitsumbøn í CIP sáttmálan av nýggjum, hevur ráðið heitt á danska professaran, Karsten Revsbech, um at meta um málið. Fíggjarmálaráðið hevur eisini sent niðurstøðuna hjá umboðsmanninum til hoyringar hjá CIP og Løgmansskrivstovuni. Í svarinum sigur Karsten Revsbech millum annað, at Fíggjarmálaráðið skal vísa á, at tað verður trupult at fáa fyritøkur at bjóða upp á arbeiði í Føroyum, tí fyritøkurnar fara at óttast fyri, at upplýsingar verða almannakunngjørdar, sum tilboðsgevarar ikki vilja hava almannakunngjørdar. Hetta kann skaða fíggjarligu áhugamálini hjá tí almenna, tí so fara færri tilboð at koma inn. Og hetta gevur í síðsta enda hægri prísir og verri góðsku. Karsten Revsbech sigur í skrivinum, at Fíggjarmálaráðið eisini kann nevna, at skaðiliga árinið, sum ein slík almannakunngering kann hava, ikki kann skjalprógvast við ítøkiligum tølum, tí hetta snýr seg um nakað, sum kann henda í framtíðini. Men Fíggjarmálaráðið kann siga, at av tí at Føroyar eru eitt lítið samfelag, er tað lætt hjá stórum tilboðsgevarum at leypa Føroyar um, um teir óttast víðgongt innlit í avtalur og uppskot til avtalur. Hesin møguleikin kann brúkast, um umboðsmaðurin ikki er nøgdur við grundgevingarnar hjá Fíggjarmálaráðnum og ráðið metir, at almannakunngering av upplýsingum kann gerast ein týðandi og álvarsligur trupulleiki fyri Føroyar. Fíggjarmálaráðið eigur tó ikki uttan nakað at ganga ímóti niðurstøðuni hjá umboðsmanninum. Hetta má bara gerast hendingaferð, ávarar Revsbech. Hann sigur, at skal Fíggjarmálaráðið ganga ímóti avgerðini hjá Umboðsmanninum, so má hetta ikki gerast uttan at ráðið fær løgmann at tryggja undirtøku fyri hesum í Løgtinginum. Landsstýrið er komið við einum ískoyti til sítt egna fíggjarlógaruppskot, har víst verður til eina nýggja royndarætlan, sum í stuttum snýr seg um at fáa orkunýtsluna í 10 av bygningunum hjá tí almenna niður. Arbeiðið verður gjørt eftir tí sonevnda ESCO leistinum. ESCO er stytting fyri Energi Service Company. Í leistinum liggur, at fyritøkur bjóða seg fram at veita eina heildarloysn fyri orkusparing í bygningum hjá tí almenna. Sambært leistinum kann alt, sum krevur orku, lagast soleiðis til, at orkunýtslan minkar. Fyritøkan og landið gera ein sáttmála, har ásett verður, hvussu nógv orkunýtslan skal minka við átøkum, og harvið hvussu nógv til ber at spara í útreiðslum til orku, tíðarskeiðið sáttmálin er galdandi. Sambært leistinum skal henda orku sparingin gjalda fyri íløguna. Av teimum 10 bygningunum í hesi fyrstu royndarætlan eru millum annað Landsbókasavnið, Havstovan, bygningurin hjá Fíggjarmálaráðnum og Vinnuháskúlin undir Krákugjógv. Privatar fyritøkur skulu fíggja 17 milliónir, meðan Landsverk skal brúka 10 milliónir krónur av síni árligu játtan til at viðlíkahalda og umvæla almennar bygningar til hesa royndarverkætlan. Marknagilsdepilin er eisini komin upp í part í hesi nýggju royndar verkætlan. Ein privat fyritøka skal veita Marknagilsdeplinum jarðhita eftir hesum leisti. Sambært landsstýrinum kann arbeiðið bjóðast út skjótt. Landið vil gjalda festaranum, sum eigur lendið á Glyvursnesi, fýra milliónir krónur í endurgjaldi, um ein golfvøllur skal byggjast í økinum. Tað sæst í ískoyti til fíggjarlógaruppskotið fyri 2015. Landsstýrið vísir á, at Tórshavnar Kommuna og landsstýrið eru vorðin samd um, at landið skal rinda ein part av endurgjaldinum til festaran. Tann parturin er, sambært landsstýrinum, fýra milliónir krónur. Tó er eitt fyrivarni í tekstinum har stendur, at endurgjaldsupphæddin í fyrsta umfari verður knappar fýra milliónir. Higartil hevur verið mett, at tað fer at kosta tíggju milliónir og góðar 154.000 krónur at taka lendi til golfvøll frá festarunum á Glyvurnesi. Uppskot er gjørt um avtalu millum Tórhavnar kommunu, Búnaðarstovuna, Búnaðargrunnin og festararnar Sjúrð Patursson og Poul Muller. Býráðið heldur, at ein golfvøllur á Glyvursnesi verður øllum landinum at gagni, eitt nú ferðavinnuni, og ikki bara Tórshavnar kommunu. Tí vildi Tórshavnar Kommuna hava landskassan at gjalda. Barnaverndartænastan hevði nógv hægri útreiðslur í fjørð enn árið frammanundan. Útreiðslurnar vuksu úr 46,7 milliónum upp í 55,5 milliónir. Tað er ein hækking uppá 18,8 prosent, og hetta er hóast at færri nýggj mál vórðu skrásett í 2013 enn í 2012. Ein orsøk til, at útreiðslurnar hava gjørt eitt lop uppeftir er, at brúkaragjaldið fyri bú og viðgerðarstovnar, sum Barnaverndartænastan letur til Almannastovuna, er hækkað munandi fra 1. januar 2013. Sostatt eru útreiðslurnar tvífaldaðar til bú og viðgerðarstovnar í Føroyum og lógu á 6 milliónum og 160 túsund krónum í 2013. Hinevegin verður minni brúkt til eftirskúlar uttanlands. Gongdin í tíðarskeiðinum 2011 2013 tykist vera, at alsamt fleiri børn og ung koma á stovn ella í skúla í Føroyum heldur enn uttanlands. Meðan nærum helmingurin av stovnsútreiðslunum í 2011 fór til stovnar og skúlar uttanlands, er hesin partur minkaður til minni enn ein tíggjundapart í 2013. Tá Óluva Skaale kom í verðina í 1940, var pápi hennara Marius Absalonsen staddur í Amerika, hagar hann var farin við skonnartini Sannu. Har var hann eina tíð, og heimafturkomin segði hann søgur um mangt og hvat framkomið, sum var ókent í Føroyum. Mong hildu hetta vera skrøgg. Tá Óluvá var barn, vórðu so at siga øll klæðir heimagjørd, nógv varð gjørt burtur úr ullini, og gentur og konur gingu at seyma og brodera. Áðrenn hon hevði aldur, teknaði Óluvá seg sjálv til skúlan. Tað, sum dróg mest, var tað nógva spælið á skúlalagnum, men hon dugdi longu at lesa og rokna. Býrt tú í Danmark og fær prostatakrabba, er sannlíkt, at tú livir longur og betur, enn um tú býrt í Føroyum og fær prostatakrabba. Danmark hevur í dag viðtikið, at allir sjúklingar, sum fáa staðfest prostatakrabba skulu hava heilivágin Zytiga, men tað er ikki galdandi í Føroyum enn, tí pengar eru ikki til tess. Í samskifti millum Heilivágsráðið og Heilsumálaráðið skrivar sjúkrahússtjórin, Sigurð Ó. Vang, at myndugleikarnir eiga at umhugsa, um vit yvirhøvur skulu hava Danmark sum referansu, hvat viðvíkur heilivági, tá peningur ikki er tøkur til at seta somu viðgerðrir í verk, sum man ger í Danmark. Hann vísir á, at man í øðrum norðurlondum og eitt nú Bretlandi ikki hevur somu standardir sum Danmark. Eitt nú hava tey ikki heilivágin, Zytiga, sum fyrsta val til sjúklingar við prostatakrabba. Hóast eingin peningur er til at seta heilivágin Zytiga inn sum fyrsta val, mælir Heilivágsráðið til, at heilivágurin eins og í Danmark verður góðkendur sum fyrsta val tó við fullum tilgongdarsteðgi. Tað vil siga, at heilivágurin verður góðkendur, sum fyrsta val, men læknarnir kunnu ikki seta sjúklingar í viðgerð við honum. Skal Zytiga gerast fyrsta væl praksis, er tørvur á 3,5 milliónum krónum meira um árið til viðgerðri av prostatakrabba. Sostatt stendur í tilmælinum frá Heilivágs ráðnum Tað er staðfest at viðgerð við Zytiga leingir livitíðina hjá sjúklinginum, og sjúklingurin livur betri, í mun til kemoviðgerð, sum niðurbrýtur órinsverjuna, við teimum fylgjum, sum tað hevur. Av misgávum vóru føroyskir sjúklingar settir í viðgerð við Zytiga í 2013, uttan at Heilsumálaráðið hevði givið loyvi til at skriva út heilivágin. Verður Zytiga góðkent sum fyrsta val, skulu allir sjúklingar viðgerðast við heilivágnum, og tað kemur at kosta millum tríggjar og fýra milliónir krónur eyka á heilivágskontuni. Sum onnurlinju viðgerð snýr tað seg um einar fýra sjúklingar, men verður Zytiga fyrstu linju viðgerð, skulu umleið 12 sjúklingar viðgerðast við Zytiga, og tað fer altso at kosta millum tríggjar og fýra milliónir krónur eyka. Føroyar hava sagt ja til at fylgja danska støðinum, tá tað kemur til viðgerð av krabbameini, og tað kann als ikki góðtakast, at vit ikki fáa somu viðgerð í Føroyum, sum í Danmark, sigur formaðurin í Krabbameinsfelagnum. Nú jólini nærkast, hava hann og Rashida Jones valt at syngja sangir hjá millum annað Nicki Minaj, Ariana Grande og Sam Smith, og broyta orðini, so tey hóska til jólini. Ferðslutøl frá 2012 siga, at í miðal koyra 432 bilar um samdøgrið eftir Viðareiðisvegnum. Í 2024 er talið komið upp í 510 bilar, verður mett. Tilfarið úr tunlinum verður brúkt til tilkoyringarvegirnar, og møguligt avlop verður lagt í grótbrotið Viðareiðismegin til møguligar ætlanir hjá Viðareiðis kommunu, upplýsir Landsverk. Tilbúgvingarlógin nevnir skaðahendingar og vanlukkur, men tað er ikki nóg mikið, heldur Framsókn, sum hevur lagt fram uppskot um at broyta tilbúgvingarlógina. Framsókn vísir á, at virkisførið í føroyska samfelagnum er meira og meira treytað av talgildari kunningartøkni og samskifti á netinum. Í talgilda undirstøðukervinum eru upplýsingar um eitt nú P tal og onnur persónlig viðurskifti, sum eru avgerandi fyri, at stovnar og fyritøkur fáa framt sínar grundleggjandi uppgávur. Tí er neyðugt at verja hesar upplýsingar móti yvirgangi, brotsverkum og avleiðingum av kríggi, heldur Framsókn, sum vil hava tilbúgvingarlógina frá 2012 broytta. Flokkurin skjýtur eisini upp at víðka Tilbúgvingarráðið við einum fólki, sum hevur skil fyri samskiftis og upplýsingatrygd. Og Framsókn vil hava í lógina, at upplýsingar, sum hava týdning fyri samfelagið, skulu goymast og viðgerast í Føroyum. Men Vinnumálaráðið hevur nú orðað eitt nýtt loyvi, sum SEV hevur viðgjørt saman við kommununum. Og 24.september høvdu SEV, Vinnmálaráðið, Jarðfeingi og Kommunufelagið fund um málið. Tað vísa tøl hjá Eyðfinni Magnussen, sum hevur skrásett harur í nøkur ár. Hesa seinastu vikuna eru 288 harur skrásettar at verða skotnar á 45 túrum. Best hilnaðist týsdagin 25. november. Tá vórðu 94 harur skotnar á 11 túrum. Um vit samanbera hesa tíðina í ár við somu tíð í fjør, so hava færri túrar verið í ár, og færri harur eru eisini skotnar í ár. Í fjør vórðu einar 4.500 harur skotnar tá harutíðin var komin í helvt, og meiri enn 400 túrar vórðu skrásettir. Men neyðugt verður at læna knappliga 250 milliónir næsta ár til íløgur, hóast SEV væntar at hava slakar 40 milliónir krónur í avlopi í 2015. Tað er eingin trupulleiki hjá SEV at fáa lán við lagaligari rentu, sigur Jákup Suni Lauritsen, sum er nevndarformaður í SEV. Hann sigur, at SEV verður roknað sum eitt gott felag at læna til, og alt bendir á, at teir, sum fíggja SEV, vilja framvegis læna SEV pening. Sum eg havi skilt á lagnum, so er samband millum sjúkrahúsleiðsluna og leiðaran á Psykiatriska Deplinum. Og tað arbeiðið fari eg ikki at leggja meg útí. Fríggjadagin varð greitt, at Tórmóður Stóra tekur ikki við starvinum sum leiðandi yvirlækni og depilsleiðari á Psykiatriska Deplinum á Landssjúkrahúsinum. NiviNaja er nýggjur jólakalendari í útvarpinum. Alt tilfarið er føroyskt heilt frá handriti til tónleik og ljóðmynd. Heili 23 leikarar eru við í spennandi søguni, sum vit fara at hoyra hvønn einasta gerandismorgun í desember. Útvarpið bjóðar størri børnum ein spildurnýggjan og spennandi jólakalendara í desember, sum eitur NiviNaja. Høvuðspersónur er Naja. Ein genta, sum at síggja til hevur alt. Hon er góður svimjari, býr í flottum húsum og hon eigur labradorin, Baldur. Men Naja hevur tað kortini ikki so lætt. Leikurin er spennandi, kensluligur og viðkomandi. Søgan gongur fyri seg í dag í Havn og er spenningsdrama. Álvarsom evni verða tikin upp, og alt er ikki, sum tað sær út. Tað eru ikki øll, sum hava tað so gott, og kanska serliga á jólum merkjast trupulleikarnir enn størri. Og hetta er støðan hjá høvuðspersóninum, Naju. Í ársins hugnaligastu høgtíð verða vit í jólakalendaranum mint á, at vit mugu læra okkum at hyggja aftur um fasaduna, at hugsa um okkara medmenniskju og at hava umsorgan fyri hvørjum øðrum. Jólakalendarin 2014 er føroyskt framleiddur allur, sum hann er. Elin á Rógvi hevur skrivað leikin og sangtekstirnar. Greta Svabo Bech, Benjamin Petersen, Anna Katrin Egilstrøð og Niclas Johannesen hava gjørt løgini. Løgini hjá Niclasi syngja Malan Thomsen, Lena Andersen og Kim Hansen. Hvør tóni er føroyskt framleiddur júst til hendan jólakalendaran. Finnur Hansen hevur gjørt ljóðmyndina og lagt tónleikin tilrættis. Marknagilsdepilin, sum er landsins størsta byggiverkætlan, er við í tí royndarverkætlan, sum landsstýrið ætlar at brúka til at gera orkusparandi ábøtur á eldri, almennar bygningar. Talan er um ESCO verkætlanina, har fyritøkur kunnu bjóða seg fram at veita eina heildarloysn um orkusparing í bygningum hjá tí almenna. Orkusparingin skal so gjalda fyri íløguna. Í dag vilja vit hoyra eitt sindur um jólakalendaran 2014, sum eitur NiviNaja. Elin á R gvi hevur skrivað, og hon greiðir frá. Vit tosa eisini við leikarar, tónleikarar og hoyra brot úr sangum. Í dag og næstu tríggjar dagarnar fara allir næmingarnir í 8. flokki til jólaroynd í føroyskum, donskum, enskum og støddfrøði. Hesa ferð eru royndirnar talgildar, og ein nýggj skipan verður nýtt. Tað skrivar Skúlablaðið á heimasíðu sínari. Tað gekk ikki eftir vild, tá ið næmingarnir vóru til talgilda landsroynd í vár. Tá varð skipanin Dokeos nýtt, og servarin stóð í Kanada. Men nú hevur Mentamálaráðið ment eina nýggja skipan, sum eitur Chamilo, og servarin stendur í Føroyum. Kanska fara vit at møta avbjóðingum, vit ikki kenna enn, tí skipanin er ikki roynd til fulnar, men ein munur er, at servarin nú stendur í Føroyum, og eisini hevur Elektron tikið ábyrgd fyri tí tekniska. So eg rokni við, at tað fer at ganga væl, sigur Ásbjørn Berthelsen, sum er lærari og kt vørður í Skúlanum við Løkin. Í skúlum við framhaldsdeild hava 8. flokkarnir havt høvi at royna nýggju talgildu skipanina. Ásbjørn Berthelsen sigur, at royndirnar í Skúlanum við Løkin hava eydnast væl, og at byrjunartrupulleikarnir, sum hava verið, nú eru burtur. Undanroyndin hjá okkum í tveimum 8. flokkum við til samans 56 næmingum gekk eftir ætlan, og so at siga eingir trupulleikar vóru. Einaferð steðgaði tað upp, men tað loystu vit við at dagføra síðuna. Hetta er kanska loysnin, um sambandið er ov ringt, sigur Ásbjørn Berthelsen, lærari og kt vørður í Skúlanum við Løkin. Kim Kielsen, formaður í Siumut, og Sara Olsvig, forkvinna í IA, eru undir stórum trýsti at skipa eina breiða samgongustjórn eftir landstingsvalið í Grønlandi fríggjadagin . Grønlendska vinnulívið vónar, at Siumut og IA skipa landsstýri, til tess at fáa álit aftur á búskapin. Hetta er eisini galdandi fyri útlendingar, sum ætla at gera íløgur í Grønlandi, sigur grønlendska arbeiðsgevarafelagið við Børsen. Dagin eftir valið ynskti Martin Lidegaard, uttanríkisráðharri, grønlendingum til lukku við valúrslitinum. Hann vísti eisini á, at tað er best at skipa eina breiða samgongu. Framsøgufólk í grønlendskum málum í fólkatinginum frá Eindarlistanum til Vinstraflokkin halda somuleiðis, at Kim Kielsen eigur at bjóða IA upp í landsstýrið. Blaðstjórin á grønlendska blaðnum Sermitsiaq, Poul Krarup, hevur eisini lagt seg út í orðaskiftið um landsstýrissamráðingarnar. Hann sigur, at tað tænir samfelagnum best, at Siumut og IA skipa landsstýri. Grønlendska fiski og veiðumannafelagið, KNAPK, tekur nú aftur skuldsetingarnar móti føroyskum og íslendskum embætisfólkum í grønlendska aðalráðnum fyri fiskiskap, veiðu og landbúnað. Fiski og veiðumannafelagið skuldsetti fyri tveimum vikum síðani føroysk og íslendsk embætisfólk í aðalráðnum fyri at geva føroyskum áhugamálum í grønlendska makrelfiskiskapinum framíhjárætt, tá kvotur skulu útlutast. Men Jørn Isak Olsen, aðalstjóri í grønlendska aðalráðnum fyri fiskiskap, veiðu og landbúnað, hótti stutt eftirvið at stevna KNAPK, um felagið ikki tók sínar ákærur aftur. Og í dag skrivar grønlendska blaðið Sermitsiaq, at KNAPK hevur tikið skuldsetingarnar aftur, og aðalráðið fyri fiskiskap, veiðu og landbúnað hevur góðtikið umberingina. Leygardagin savnaðust ein rúgva av fólki á Vaglinum í Havn fyri at síggja jólamennirnar tendrað jólatræið á Tingshúsvøllinum. Men jólini enda ikki har. Hoyr samrøðuna við Teresu Turidardóttir Kreutzmann, stjóra á Visittórshavn, har hon millum annað greiður frá, hvørji tiltøk vera í desembur , og hví skoytubreytin aftur í ár er flutt. Partur 18 18 Um Nivinaja Spenningsjólakalendari til størri børn NiviNaja er nýggjur jólakalendari í útvarpinum. Alt tilfarið er føroyskt heilt frá handriti til tónleik og ljóðmynd. Heili 23 leikarar eru við í spennandi søguni, sum vit fara at hoyra hvønn einasta gerandismorgun í desember Útvarpið bjóðar størri børnum ein spildurnýggjan og spennandi jólakalendara í desember, sum eitur NiviNaja. Høvuðspersónur er Naja. Ein genta, sum at síggja til hevur alt. Hon er góður svimjari, býr í flottum húsum og hon eigur labradorin, Baldur. Men Naja hevur tað kortini ikki so lætt. Leikurin er spennandi, kensluligur og viðkomandi. Søgan gongur fyri seg í dag í Havn og er spenningsdrama. Álvarsom evni verða tikin upp, og alt er ikki, sum tað sær út. Tað eru ikki øll, sum hava tað so gott, og kanska serliga á jólum merkjast trupulleikarnir enn størri. Og hetta er støðan hjá høvuðspersóninum, Naju. Í ársins hugnaligastu høgtíð verða vit í jólakalendaranum mint á, at vit mugu læra okkum at hyggja aftur um fasaduna, at hugsa um okkara medmenniskju og at hava umsorgan fyri hvørjum øðrum. Jólakalendarin 2014 er føroyskt framleiddur allur, sum hann er. Elin á Rógvi hevur skrivað leikin og sangtekstirnar. Greta Svabo Bech, Benjamin Petersen, Anna Katrin Egilstrøð og Niclas Johannesen hava gjørt løgini. Løgini hjá Niclasi syngja Malan Thomsen, Lena Andersen og Kim Hansen. Hvør tóni er føroyskt framleiddur júst til hendan jólakalendaran. Finnur Hansen hevur gjørt ljóðmyndina og lagt tónleikin tilrættis. Hvør sangari syngur kenslurnar hjá einum persóni í leikinum. Eitt nú syngur Greta Svabo Bech fyri høvuðspersónin, Naju. Hetta konseptið varð gjørt til jólakalendaran í 2010 Eg sá ein eingil, og eydnaðist tað so mikið væl, at vit hava valt at gera tað aftur. Leikurin er ætlaður størri børnum, og er talan um eina stóra framleiðslu. 23 leikarar eru við 45 umframt fleiri statistar. Elin á Rógvi er frásøgufólk, Mia Helmsdal Clothier er Naja, Hjørdis Trond er omman og Allan Dalsgarð er pápin. Tú kanst fylgja Naju og øllum hennara í útvarpinum hvønn gerandismorgun klokkan 07.15 og ert tú ein av teimum, sum antin fer tíðliga heimanífrá ella liggur longri í songini, so senda vit jólakalendaran aftur, tá tíðindini á kvøldi eru liðug. Partur 18 18 Um Navinaja Spenningsjólakalendari til størri børn NiviNaja er nýggjur jólakalendari í útvarpinum. Alt tilfarið er føroyskt heilt frá handriti til tónleik og ljóðmynd. Heili 23 leikarar eru við í spennandi søguni, sum vit fara at hoyra hvønn einasta gerandismorgun í desember Útvarpið bjóðar størri børnum ein spildurnýggjan og spennandi jólakalendara í desember, sum eitur NiviNaja. Høvuðspersónur er Naja. Ein genta, sum at síggja til hevur alt. Hon er góður svimjari, býr í flottum húsum og hon eigur labradorin, Baldur. Men Naja hevur tað kortini ikki so lætt. Leikurin er spennandi, kensluligur og viðkomandi. Søgan gongur fyri seg í dag í Havn og er spenningsdrama. Álvarsom evni verða tikin upp, og alt er ikki, sum tað sær út. Tað eru ikki øll, sum hava tað so gott, og kanska serliga á jólum merkjast trupulleikarnir enn størri. Og hetta er støðan hjá høvuðspersóninum, Naju. Í ársins hugnaligastu høgtíð verða vit í jólakalendaranum mint á, at vit mugu læra okkum at hyggja aftur um fasaduna, at hugsa um okkara medmenniskju og at hava umsorgan fyri hvørjum øðrum. Jólakalendarin 2014 er føroyskt framleiddur allur, sum hann er. Elin á Rógvi hevur skrivað leikin og sangtekstirnar. Greta Svabo Bech, Benjamin Petersen, Anna Katrin Egilstrøð og Niclas Johannesen hava gjørt løgini. Løgini hjá Niclasi syngja Malan Thomsen, Lena Andersen og Kim Hansen. Hvør tóni er føroyskt framleiddur júst til hendan jólakalendaran. Finnur Hansen hevur gjørt ljóðmyndina og lagt tónleikin tilrættis. Hvør sangari syngur kenslurnar hjá einum persóni í leikinum. Eitt nú syngur Greta Svabo Bech fyri høvuðspersónin, Naju. Hetta konseptið varð gjørt til jólakalendaran í 2010 Eg sá ein eingil, og eydnaðist tað so mikið væl, at vit hava valt at gera tað aftur. Leikurin er ætlaður størri børnum, og er talan um eina stóra framleiðslu. 23 leikarar eru við 45 umframt fleiri statistar. Elin á Rógvi er frásøgufólk, Mia Helmsdal Clothier er Naja, Hjørdis Trond er omman og Allan Dalsgarð er pápin. Tú kanst fylgja Naju og øllum hennara í útvarpinum hvønn gerandismorgun klokkan 07.15 og ert tú ein av teimum, sum antin fer tíðliga heimanífrá ella liggur longri í songini, so senda vit jólakalendaran aftur, tá tíðindini á kvøldi eru liðug. 17. partur. Føroyskt bankavirksemi uttanlands og virksemið í Føroyum eiga at verða skipað í hvør sítt felag, til tess at tryggja neyvari innlit og at avmarka samfelagsliga váðan. Tað heldur Tjóðveldi, sum skjýtur upp, at landsstýrið skal gera lógaruppskot, ið avmarkar váðan hjá føroyska samfelagnum í sambandi við virksemi hjá føroyskum fíggjarfyritøkum uttanlands. Tjóðveldi vísir á, at bruttotjóðarúrtøkan í ár verður 15 milliardir krónur, sambært meting hjá Búskaparráðnum. Men javnin hjá størsta peningastovninum í landinum er 17 milliardir krónur Tá javnin hjá eini fyritøku verður størri enn bruttotjóðarúrtøkan í einum landi, er talan um eina sera týdningarmikla fyritøku. Men samstundis er eisini talan um váða. Tað er gleðiligt, at føroyskar fyritøkur menna seg bæði í Føroyum og uttanlands, men samstundis vísir søgan, at eitt stórt trýst kemur á landsstýrið, landskassan og skattgjaldaran, tá bankar eru komnir í fíggjarligar trupulleikar. Virksemið í Føroyum er eitt, men virksemið uttanlands kann gerast ómetaliga stórur fíggjarligur váði, sum kann verða fleirfaldaður samanborið við føroyska búskapin og framleiðsluna, sigur Tjóðveldi í viðmerkingunum til uppskotið. Almannamálaráðið skal flyta í Leigubúðina í Tinganesi. Men Leigubúðin verður høvuðsumvæld, og flutt verður ikki, fyrr enn tað arbeiðið er liðugt, sigur Eyðun Mohr Hansen, aðalstjóri í Almannamálaráðnum. Tað var í summar, at Annika Olsen, landsstýriskvinna, avgjørdi, at aðalráð hennara skal flyta. Og tað er ein politisk avgerð, segði hon við Útvarpið. Almannamálaráðið hevur ikki biðið um pengar í fíggjarlógini til flytingina. Flytingin verður goldin av pengunum, sum ráðið fær til raksturin. Tað er ikki bara í gongugøtuni í miðbýnum í Havn, tað verður pyntað. Í býarbókasavninum hava børn og vaksin høvi at støkka inn á gólv og gera sítt egna jólapynt gerandisdagar frá klokkan 10 til 18 allan desembur mánað. Hoyr meira um tiltakið í samrøðuni omanfyri. Hans Gammeltoft Hansen, sum kannar málið um privata Eysturoyartunnilin fyri løgtingið, hevur ikki biðið nakran av teimum, hann hevur spurt um málið, koma aftur í Dómhúsið í Havn í dag ella í morgin. Kári P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismaður, og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, sum verða kannaðir, og hini, sum eru spurd um málið, vóru annars biðin um at seta kross í álmanakkan 1. og 2.desember. Rune Bro Róin í CIP, Copenhagen Infrastructure Partners, fekk 5.november eina rúgvu av spurningum frá Hans Gammeltoft Hansen, kanningarstjóra. Hann fekk freist til 15.november at svara. Rune Bro Róin varð millum annað spurdur um fundirnar, sum hann hevði við løgmann 26. og 27.juni. Hann tosaði eisini í telefon við løgmann 24.juni. Hans Gammeltoft Hansen fer at almannakunngera bæði spurningarnar og svørini hjá Rune Bro Róin, tá liðugt er at spyrja og svara, tí allar hinar avhoyringarnar hava verið almennar. Hjallgrím er útbúgvin veikstreymsverkfrøðingur, og hevur drúgvar arbeiðs og leiðsluroyndir frá Føroya Tele, millum annað sum verkætlanarleiðari, deildarleiðari og fimm ár sum tekniskur stjóri. Eftir at Føroya Tele varð býtt sundur, hevur Hjallgrím røkt leiðsluuppgávur í FT Fjarskifti. Seinastu tíðina hevur hann samskipað hýsingarpartin, har Føroya Tele hevur rikið og hýst teldukervið hjá fyritøkum. Hedvig Jóhansdóttir hevur arbeitt sum námsfrøðingur, stovnsleiðari, deildarleiðari í Verkskúlanum og Verkstøðunum hjá Dugna og sum leiðari í skúlanum hjá Dugna við Áir. Í løtuni er hon fyribilsstjóri í Dugna. Hedvig Jóhansdóttir tekur við stjórastarvinum 1.januar. Danski professarin, Carsten Revsbech, leggur Fíggjarmálaráðnum lag á, hvussu ráðið kann almannakunngera so lítið sum gjørligt av sáttmálanum. Tað er vantandi, demokratiskt sinnalag, tá embætisfólk ella politikarar royna at snúgva sær í royndini at sleppa undan innlitslógini. Fíggjarnevndin hevur bert veitt eina eykajáttan við fíggjarnevndarskjali í ár. Løgtingið skal eisini góðkenna slíkar eykajáttanir, og sambært lógini skal landsstýrið leggja fram uppskot um hetta innan 1. desember. Fíggjarnevndin varð í summar biðin um at játta 2,1 millión krónur til at rudda grót til innsiglingina í havnini í Skopun. Hetta var, meðan tingið var í summarfrí. Peningurin varð tikin av játtanini til nýggjar landsvegir. Elsa Johanna Høgenni kann ikki siga nakað um, hvør hevur søkt starvið, men í setanarskrivinum stóð at væntað verður at umsøkjararnir hava leiklistaliga, leiklistafrøðiliga útbúgving ella drúgvar royndir innan leiklistaliga økið, umframt útbúgving ella royndir innan leiðslu, fyrisiting og fíggjarstýring. Visjónir fyri føroyskari leiklist og fyri framtíðar føroyska Tjóðpallin og evnini og viljan at samstarva breitt við allar týðandi tættir í føroyska leiklista og mentanarumhvørvinum. Tjóðpallur Føroya hevur eina árliga fíggjarætlan á 5,1 milliónir krónur við 4,3 .milliónirkrónur í almennari rakstrarjáttan og umleið 800.000 krónur í eginfígging. Á stovninum starvast, umframt stjóran, 1 skrivstovufólk og í ársmiðal 8 10 verkætlanarsett starvsfólk í styttri ella longri tíðarskeið. Jóannes Fonsdal greiðir frá ymiskum viðurskiftum í býlinginum, har hann er uppvaksin og framvegis býr. Á stóra kampingplássinum eru 103 kampingvongar í allan vetur. Bjørg á Rógvi greiðir frá, at tey harafturat hava langan bíðilista. Ein av teimum, sum hevur vogn á økinum, er Julian Nolsøe í Vestmanna. Tríggir brøður Inni á fjørð eru samstundis nærmastu grannar. Poli, John og Óli Klein Olsen greiða millum annað frá tíðini, tá alt økið niðanfyri húsini var eitt stórt ruskpláss. Nú er nógv broytt. Daysi Lagos Jóanesarson úr Honduras og Natascha Johannesen úr Avstralia eru millum tilflytararnar Inni á Fjørð. Tær trívast báðar væl og tær hava báðar lært seg føroyskt. Vónin ger aliringar á havnaøkinum Inni á Fjørð. Í fyrsta umfari eru tríggir mans til arbeiðis har, men ætlanin er at vaksa um virksemið, so um stutta tíð verða helst fleiri arbeiðspláss her. Petur í Gong leiðari og vit hitta eisini unga vestmenningin Páll Poulsen. Hann sipar til samanleggingarnar av Kommunuskúlanum og Venjingarskúlanum í Havn, sum skal gerast til nýggja Vesturskúlan, og av skúlunum á Ziskatrøð og við Ósánna í Klaksvík. Lærarafelagið hevur gjørt Mentamálaráðið vart við støðuna, men enn eru fleiri ógreið viðurskifti hjá bæði skúlaleiðslum og lærarum, sigur Herálvur Jacobsen. Bólturin liggur nú hjá Mentamálaráðnum, sum eigur at bera skjótt at við at finna eina loysn á málinum, heldur formaðurin í Lærarafelagnum Í morgun fluttu tey fyrstu inn í nýggja sambýlið eystan Heyg í vesturbýnum í Havn. Har eru 16 íbúðir til fólk við sálarsjúku. Øll búfólkini flyta næstu tvær vikurnar. Tað er ein roynd at fáa grundarlagið at rilla undir Løgtingsins Umboðsmanni, tá niðurstøðurnar hjá Umboðsmanninum verða sendar til hoyingar, ístaðin fyri at verða tiknar til eftirtektar. Tað heldur Páll á Reynatúgvu, limur í formansskapinum í Løgtinginum. Í staðin fyri at gera, sum umboðsmaðurin sigur, og viðgera innlitsumbønina av nýggjum, hevur Fíggjarmálaráðið hevur sent niðurstøðuna hjá umboðsmanninum til ein danskan advokat at meta um. Sjúkrahúsverkið hevur longu mist onkran av sínum dugnaligastu serlæknum, og fleiri kunnu vera á veg at fara, um teir ikki kenna seg hoyrdar og virdar. Tað sigur formaðurin i Læknafelag Føroya, Jan Rasmussen, í skrivi, hann hevur sent bløðunum í dag. Um verandi gongd heldur fram, verða tað tey allarveikastu í okkara samfelag, sum í síðsta enda mugu rinda prísin, nevniliga sjúklingarnir, sigur Jan Rasmussen. Savnið hjá Kringvarpinum er ogn Føroya fólks, og í dag kundu øll koma inn og finna og fáa talgilt gamalt útvarpstilfar, sum tey hava kært. Verkætlanin SavnsGull hevði opið hús. Inntøkurnar fyri 2015 eru mettar at verða tær somu sum í ár tær verða 131,5 milliónir krónur. Og skattaprosentið verður óbroytt, 22 prosent. Raksturin økist harafturímóti við góðum trimum milliónum, upp í góðar 91 milliónir krónur næsta ár, tí lønirnar hækka, og nýggj tilboð eru á skránni, skrivar kommunan á heimasíðu síni. Barnafrádrátturin verður óbroyttur, 5.000 krónur fyri hvørt barnið, men kommunan ætlar at lækka barnaansingargjøldini við umleið fimm prosentum næsta ár. Og ætlanin er lækka barnaansingargjøldini enn meira næstu árini. Tær eru av vatnverkið á Skála, sum skal framtíðartryggja vestara og eystara arm á Skálafjørðinum við vatni, og framhald av spillivatnsverkætlanini. Í 2015 stendur Skála fyri tørni, skrivar kommunan. Býráðið boðar eisini frá ætlanum í 2016 og 2017. Í 2016 ætlar býráðið at gera Náttúrubarnagarðurin Sóljuhjarta í Søldarfirði lidnan og at binda Kongshavn og Betabryggjuna saman í Runavíkar havn. Í 2017 skal havnin í Runavíkar gerast liðug, spillivatnsætlanin heldur fram, og so ætlar kommunan at fara undir at fyrireika arbeiðið at gera eina svimjihøll. Sóknarbørnini í Nes Sóknar Prestagjaldi mugu brynja seg við toli, áðrenn tey fáa nýggjan prest, tí Mentamálaráðið hevur fingið eina kæru um innstillingina av presti. Tað lá annars í kortinum, at Ovi Brim skuldi taka við sum prestur í sóknini, eftir at kirkjusóknirnar á Nesi og í Gøtu høvdu innstillað hann til kallið sum sóknarprestur. Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum, váttar fyri útvarpinum, at tað er ein av umsøkjarunum, sum hevur kært innstillingina. Kæran snýr seg um formlig viðurskifti í sambandi við innstillingina, sigur Poul Geert Hansen, sum roknar við at brúka nakrar vikur at viðgera kæruna. Avbjóðingin er at taka av øllum møguleikunum, sum liggja í talgildu teldutøknini, heldur Magnus Tausen, stjóri í Námi og fyrrverandi formaður í Lærarafelagnum. Leiðslan á Strandferðsluni hevur roknað seg fram til, at við verandi oljuprísum kann stovnurin spara umleið 4,7 milliónir krónur í olju næsta ár. Vinnumálaráðið skal staðiliga heita á Fíggjarnevndina um ikki at skerja játtanina til Strandferðsluna, skrivar ráðið til løgtingið. Í staðin fyri at skerja játtanina til Strandferðsluna við teimum 4,7 milliónunum, sum stovnurin væntandi fer at spara á olju kontu ni, mælir Vinnumálaráðið til at lata pengarnar til Smyril. Ítøkiliga til at seta eina eyka manning á skipið fyri á tann hátt at taka hædd fyri strangu krøvunum um hvílitíðir. Og so skal viðlíkahaldið gerast á Smyril. Liðlæknin hevur evstu fakligu ábyrgd av Sjúkraflutningstænastuni. Hann hevur sostatt myndugleika á øllum trimum sjúkrahúsum, og skal tryggja eina eins góða sjúkraflutningtænastu um alt landið. Sjúkraflutningstænastan fevnir um sjúkrabilar og tyrluflúgving, og skal tæna teimum, sum hava tørv á bráðfeingis hjálp orsakað av óhappi ella sjúku, føðing ella annað. Hans Jákup Simonsen skal hava umsjón við tænastuni og hevur ábyrgdina av, at starvsfólkini fáa góðkenda útbúgving, og at hon verður dagførd á hvørjum ári. Liðlæknin skal eisini góðkenna, at viðgerðartólini í sjúkrabilunum lúka altjóða krøv, og at tey eru eins, soleiðis at øll sjúkraflutningsstarvsfólk kenna tólini uttan mun til hvør sjúkrabilur er á staðnum. Kevin er forvitin eftir at vita meir um handskan , sum hann hevur funnið í loyniholuni í skóginum, men Petur forðar. Og kortini førir handskin Kevin til ein heim, hann ikki visti um. Nú eru trý ár síðani,at Katrin Jónsveinsdóttir kom í eina myrka og tunga myllu. Hon hevur verið í gjøgnum nógvar avbjóðingar bæði sálarliga og kropsliga. Nú er hon næstan lukkulig, og velur at liva lívið, sum henni er givið. Hóast fíggjarkarmarnir eru trongir, ætla vit at bera so í bandi, at alisfrøði fær ein tíma afturat í framhaldsdeildini, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í skúlamálum, við Skúlablaðið. Fígging er ikki sum er til eftirútbúgving av lærarunum í alisfrøði, men landsstýrismaðurin sigur seg vóna, at tað, at alisfrøði fær ein tíma afturat, fer at hava við sær, at fleiri fara at velja alisfrøði á linju í læraraútbúgvingini. Tað er dýrt at seta slíkar útbúgvingar á stovn, tí umframt at lærarar, sum taka ískoytisútbúgvingina skulu hava niðurskurð, so skulu vikarar setast inn í flokkarnar, teir dagar lærararnir eru á skeiði. Vit eru sera fegin um at hava sett hesa útbúgvingina á stovn, tí tað er umráðandi at hava serfrøði á økinum, at kunna menna støddfrøðiundirvísingina og veita talblindum og næmingum, ið hava serligar avbjóðingar í støddfrøði, serkønari hjálp so skjótt sum til ber, sigur Bjørn Kalsø. Heiligvágurin móti AIDS og HIV er í dag somikið góður, at nógv av teimum, sum eru smittaði, kunnu liva eitt lív uttan at vera nakað serliga merkt av smittuni. Tað merkir tó ikki, at tað ikki er neyðugt at varpa ljós á vandan fyri at verða smittaður. Tað heldur Shahin Gaini, sum er yvirlækni í infektiónsmedisini á Landssjúkrahúsinum. Kristina Háfoss, tingkvinna í Tjóðveldi, vil nú hava at vita frá Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, um landsins fyrisiting skal fylgja teimum avgerðum, sum Løgtingsins Umboðsmaður tekur. Hon spyr, um løgmaður heldur tað vera rætt, at landsstýrisfólk senda avgerðir hjá Umboðsmanninum til hoyringar hjá øðrum aðalráðum, privatum feløgum og ráðgeving uttan fyri egnu fyristing. Kristina Háfoss spyr eisini, um Løgmansskrivstovan nú málið er sent Løgmansskrivstovuni til hoyringar fer at mæla landsstýrismanninum í fíggjarmálum til at veita mest møguligt innlit í sáttmálan millum landsstýrið og CIP. Kristina Háfoss sigur, at hóast niðurstøðan hjá Umboðsmanninum er greið, hevur Fíggjarmálaráðið sent niðurstøðuna til hoyringar hjá fleiri pørtum hjá Løgmansskrivstovuni, CIP og danska professaranum, Karsten revsbech. Hetta má sigast at vera meira enn óvanligt, sigur Kristina Háfoss. Síðani er danski professarin komin við ráðum til landsstýrið um, hvussu sleppast kann undan at fylgja niðurstøðuni hjá Umboðsmanninum. Eftir standa tingfólk og Føroya fólk við fleiri spurningum enn svarum, og samstundis undirgrevur hetta í stóran mun álitið á landsins leiðslu og fyrisiting, sigur Kristina Háfoss í viðmerkingunum til grein 52 fyrispurningin, sum løgmaður skal svara skrivliga. Rigmor Dam, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, og Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, vera í sjónvarpsstovuni. Vertur er Beinta Løwe. Jákup Mikkelsen, formaður í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum, roynir at máa støðið undan Løgtingsins Umboðsmanni, tá hann sigur, at fjølmiðlarnir áttu at kannað, hvørji politisk motiv liggja aftan fyri hennara niðurstøðu um almenna innlitið í sáttmálan millum CIP og landsstýrið. Jákup Mikkelsen skrivar soleiðis á síni Facebook vangamynd Tað tykist sum KVF heldur, at ongin má seta spurnartekin við tað, løgtingsins umboðsmaður kemur við eg haldi, at fjølmiðlarnir áttu at kannað, um tað kunnu finnast politisk motiv aftan fyri nakrar av niðurstøðunum, hon er komin við hesi seinastu árini, fyri ikki at tala um løgfrøðisligu góðskuna. Eg hugsi bara um kritiskan journalistikk . Meirilutin í fíggjarnevndini tók ikki undir við uppskotinum hjá Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi um at tríggjar milliónir krónur í eykajáttan at stuðla uppseting av løðistøðum til el bilar. Og tá atkvøtt varð, fall uppskotið. Thormann Kruse, veikstreymsverkfrøðingur, ivast í, um fleiri føroyingar fara at keypa el bilar, hóast løðistøðir verða settar upp, tí enn koyra teir ov stutt til løðingina í battarínum. Tí eru teir ikki egnaðir at koyra millum bygdir, heldur hann. BankNordik hevur stovnað NordikPensjón, har aðalmálið er at veita eina hægri pensjón við lægri kostnaðum til tryggingar og umsiting. BankNordik fer undir at veita bólkatryggingar frá størsta danska veitaranum, Forenede Gruppeliv. NordikPensjón brúkar á henda hátt stórrakstrarfyrimunir til at fremja eina munandi lækking av kostnaðunum fyri lívstryggingar knýttar at pensjónsuppsparingini. Tingið máa taka støðu til, um álopið frá formanninum fyri tingbólkin hjá Fólkaflokkin á Løgtingsins Umboðsmann er so grovt, at tingið ikki kann liva við tí, sigur Kristina Samuelsen, advokatur. NiviNaja er nýggjur jólakalendari í útvarpinum. Alt tilfarið er føroyskt heilt frá handriti til tónleik og ljóðmynd. Heili 23 leikarar eru við í spennandi søguni, sum vit fara at hoyra hvønn einasta gerandismorgun í desember. Útvarpið bjóðar størri børnum ein spildurnýggjan og spennandi jólakalendara í desember, sum eitur NiviNaja. Høvuðspersónur er Naja. Ein genta, sum at síggja til hevur alt. Hon er góður svimjari, býr í flottum húsum og hon eigur labradorin, Baldur. Men Naja hevur tað kortini ikki so lætt. Leikurin er spennandi, kensluligur og viðkomandi. Søgan gongur fyri seg í dag í Havn og er spenningsdrama. Álvarsom evni verða tikin upp, og alt er ikki, sum tað sær út. Tað eru ikki øll, sum hava tað so gott, og kanska serliga á jólum merkjast trupulleikarnir enn størri. Og hetta er støðan hjá høvuðspersóninum, Naju. Í ársins hugnaligastu høgtíð verða vit í jólakalendaranum mint á, at vit mugu læra okkum at hyggja aftur um fasaduna, at hugsa um okkara medmenniskju og at hava umsorgan fyri hvørjum øðrum. Jólakalendarin 2014 er føroyskt framleiddur allur, sum hann er. Elin á Rógvi hevur skrivað leikin og sangtekstirnar. Greta Svabo Bech, Benjamin Petersen, Anna Katrin Egilstrøð og Niclas Johannesen hava gjørt løgini. Løgini hjá Niclasi syngja Malan Thomsen, Lena Andersen og Kim Hansen. Hvør tóni er føroyskt framleiddur júst til hendan jólakalendaran. Finnur Hansen hevur gjørt ljóðmyndina og lagt tónleikin tilrættis. Virkandi landstingformaðurin í Grønlandi, Lars Emil Johansen, sigur í dag, at ganga landsstýrissamráðingarnar sum ætlað, væntar hann, at nýtt landsstýri kann veljast 12. desember. Hann roknar ikki við, at tað verður neyðugt at seta serlig tiltøk í verk at bjarga landskassanum. Tað er nóg mikið at leingja galdandi játtanarlóg, sigur Lars Emil Johansen við grønlendska kringvarpið, KNR. Við fyrivarni rokni eg við, at vit fríggjadagin 12 desember kunnu velja landsstýrisformann og landsstýri og nýggjan formansskap fyri landstingið, sigur Lars Emil Johansen. Landstingið kann síðani í eini stuttari eykasetu samtykkja at leingja játtanarlógina, sum tryggjar, at allar skyldur hjá landskassanum verða hildnar, til landstingið kemur saman til regluliga tingsetu í februar, sigur hann. Landstingsvalið, sum varð útskrivað í ótíð, hevur við sær, at neyðugt verður við eini fyribils fíggjarlóg, tí nýggja fíggjarlógin verður ikki avgreidd fyrr enn í vetrarsetuni næsta ár. Kevin hevur uppdagað ein fjaldan dal, har summar er mitt um veturin. Har hittir hann Følva og Skæru. Tey hava aldri sæð kava, og hava heldur ongantíð hildið jól. Jákup Mikkelsen, formaður i tingbólki Fólkafloksins eigur at taka orðini aftur, tí álop hansara á Løgtings umboðsmann ger skaða á stovnin. Tað sigur Jenis av Rana, formaður Miðfloksins, sum í síni tíð tók stig til at seta Løgtingsins umboðsmann á stovn. Skulu vit hava størri kapping, lat so marknaðin ordiliga upp, sigur Kim Hansen tryggingarráðgevari. Hann óttast sosiala ójavnan, sum herda kappingin um lívstryggingarnar kann hava við sær. Róðrarsamband Føroya hevur havt úttøkukapping til HM kappingina í inniróðri, sum verður í Boston 1. mars 2015. Tilsamans 33 luttakarar, 25 menn og 8 kvinnur vóru við í kappingini. Luttakararnir vórðu býttir upp í tríggjar bólkar. Tá kappingin var liðug, settu umboð fyri nevndina í RSF seg saman at finna fram til, hvør skuldi sleppa við til Boston. . Nevndin hevði gjørt av, at luttakararnir til HM í Boston skuldu finnast út frá tíð, hvørja plasering tíðin hevði fingið til Boston 2014, hvussu nógvir luttakarar vóru í teimum ymisku bólkunum til Boston 2014 og hvussu nógv nevndin helt, at hvør luttakari kundi betrast til 1. mars 2015. Nevndarlimirnir komu at enda til ta niðurstøðu, at senda hesi fólkini til Boston Dánjal Martin Hofgaard 6 18,9 nummar 5 av 77 til Boston 2014 Toni Dam 6 27,5 nummar 8 av 72 til Boston 2014 Ingibjørg Thomsen 7 40,9 nummar 13 av 49 til Boston 2014 Annetta C. Eidesgaard 7 04,6 nummar 14 av 151 til Boston 2014 Jón Nónklett 6 19,9 nummar 11 av 52 til Boston 2014 Rannva Lava Olsen 6 53,6 nummar 5 av 151 til Boston 2014 Tíðin hjá Dánjali Martin Hofgaard til úttøkukappingina var nýtt føroyskt met í lættvektsbólkinum hjá monnum. Innstillingin av sóknarpresti í Nes Sóknar Prestagjaldi má ganga umaftur, tí fleiri í kirkjuráðnum eru ógegnig, og tað er í stríð við fyrisitingarlógina. Eitt nú er deknurin í kirkjuni pápi Ova Brim. Formaðurin í kirkjuráðnum er systkinabarn pápa Ova Brim, og annar deknur í kirkjuni er kona kirkjuráðsformannin. Ein annar kirkjuráðslimur er beiggi konu formannin í kirkjuráðnum. Kærarin vísir eisini á, at tætt samband er millum foreldrini at Ova Brim og kirkjuráðsformannin, sum eisini var førdi orðið, tá setanarsamrøðurnar vóru. Tað lá annars í kortunum, at Ovi Brim skuldi taka við sum prestur í sóknini, eftir at kirkjusóknirnar á Nesi og í Gøtu høvdu innstillað hann til kallið sum sóknarprestur. Landsgrannskoðanin kann ikki svara Løgtingsgrannskoðarunum, hvussu nógvar tímar, Heimatænastan brúkar til beinleiðis røkt, og hvussu nógvir tímar fara til umsitingina. Tí tað bar ikki til hjá Landsgrannskoðanini at fáa neyvar upplýsingar um, hvussu nógv tíð verður brúkt til beinleiðis røkt, og hvussu nógv tíð fer til umsiting. Orsøkin er, sigur Landsgrannskoðanin í einum uppriti, at Almannaverkið nýtir ymiskar skipanir at skráseta tíðarnýtsluna. Í Heimatænastuni verður ikki skilt millum, hvussu nógv tíð fer til røkt ella til koyring, skráseting og annað. Frá 2005 til 2013 komu 1000 fólkapensjónistar afturat í Føroyum. Men samstundis eru tey, sum fáa hjálp frá Heimatænastuni 400 færri. Røktarheimsplássini eru vorðin 200 fleiri. Færri tímar eru latnir til heimarøkt, men lønarútreiðslurnar eru vaksnar, millum annað tí, at starvsfólk eru flutt upp eftir lønarstiganum, tí tey hava betri útbúgving. Almannaverkið byrjaði at skráseta tímatalið í 2011. Tá vórðu 3.700 tímar tillutaðir um vikuna til heimahjálp. Í ár er tillutaða tímatalið 2.200 tímar um vikuna. Tað verður ikki í hesum umfarinum, at bæði foreldrini, sum ættleiða barn, fáa fýra vikur barsilsfarloyvi og barsilspengar fyri ættleiðingina. Ættleiðingarfelagið fekk lógarupskotið til hoyringar og gjørdi vart við, at Suðurafrika hevur hert krøvini til teirra, sum ættleiða børn haðani. Foreldur, sum ættleiða, skulu vera í Suðurafrika í fýra mánaðir. Í Danmark hava bæði foreldur rætt til farloyvi og barsilspengar í minst fýra vikur fyri ættleiðingina, og ikki bara annað foreldrið sum í Føroyum. Sambært tølum hjá Ríkisumboðnum, sum umsitur ættleiðing í Føroyum, vóru 5 til 14 børn ættleidd um árið frá 2007 til 2012, í fjør vóru fýra børn ættleidd. Í løtuni eru 22 familjur á bíðilistanum, og bíðitíðin eftir at sleppa at ættleiða er trý til fimm ár. Væntandi verða ikki fleiri enn fýra til seks børn ættleidd um árið í framtíðini, heldur Ættleiðingarfelagið. Vinnumálaráðið hevur boðað løgtinginum frá, at lógarbroytingin nú er bara tøknilig. Innihaldið í lógini verður ikki broytt í hesum umfarinum. Bygdarráðið í Nes kommunu hevur samtykt at lækka prísin á grundstykkjumvið Lýðarsveg 100.000 krónur, úr 297.500 niður í 197.500 krónir. Tey 24 grundstykkini, sum í meðal eru 650 fermetrar til støddar, vóru liðug longu í 2008, og eru næstan byggibúgvin, men higartil eru bert tvey grundstykki seld. Sambært kommununi minkaði eftirspurningurin burtur í einki í 2008. Kommunan skrivar á heimasíðu síni, at byggibúnu grundstykkini á Lýðarsvegi binda nógvan pening hjá kommununi, og tí hevur tað stóran týdning, at grundstykkini verða seld. Soleiðis fær kommunan nakað av peninginum aftur fyri grundstykkini, og fleiri borgarar, sum kunnu verða við til at hækka skattainntøkugrundarlagið hjá kommununi. Politikarar skulu vera varnir við at finnast at grundsúlunum í okkara fólkaræði, sigur Janus Rein, tingmaður fyri Fólkaflokkin, nú partamaður hansara, Jákup Mikkelsen, hevur lagt umboðsmannin undir at hava politisk motiv í sínum niðurstøðum. Uppskotið hjá Tjóðveldi, sum forðar felagsskapum sum Sea Shepherd at koma inn í landið ella at fáa útgerð við sær til Føroya, kemur til 2. viðgerð í løgtinginum í dag. Rættarnevndin vil hava løgtingið at seta forboðið í gildi sum skjótast. Tí mælir rættarnevndin til, at 1. mai 2015 verður settur í uppskotið sum evsta mark fyri, at nýggja innfararbannið kemur í gildi. Spenningsjólakalendari til størri børn NiviNaja er nýggjur jólakalendari í útvarpinum. Alt tilfarið er føroyskt heilt frá handriti til tónleik og ljóðmynd. Heili 23 leikarar eru við í spennandi søguni, sum vit fara at hoyra hvønn einasta gerandismorgun í desember Útvarpið bjóðar størri børnum ein spildurnýggjan og spennandi jólakalendara í desember, sum eitur NiviNaja. Høvuðspersónur er Naja. Ein genta, sum at síggja til hevur alt. Hon er góður svimjari, býr í flottum húsum og hon eigur labradorin, Baldur. Men Naja hevur tað kortini ikki so lætt. Leikurin er spennandi, kensluligur og viðkomandi. Søgan gongur fyri seg í dag í Havn og er spenningsdrama. Álvarsom evni verða tikin upp, og alt er ikki, sum tað sær út. Tað eru ikki øll, sum hava tað so gott, og kanska serliga á jólum merkjast trupulleikarnir enn størri. Og hetta er støðan hjá høvuðspersóninum, Naju. Í ársins hugnaligastu høgtíð verða vit í jólakalendaranum mint á, at vit mugu læra okkum at hyggja aftur um fasaduna, at hugsa um okkara medmenniskju og at hava umsorgan fyri hvørjum øðrum. Jólakalendarin 2014 er føroyskt framleiddur allur, sum hann er. Elin á Rógvi hevur skrivað leikin og sangtekstirnar. Greta Svabo Bech, Benjamin Petersen, Anna Katrin Egilstrøð og Niclas Johannesen hava gjørt løgini. Løgini hjá Niclasi syngja Malan Thomsen, Lena Andersen og Kim Hansen. Hvør tóni er føroyskt framleiddur júst til hendan jólakalendaran. Finnur Hansen hevur gjørt ljóðmyndina og lagt tónleikin tilrættis. Í 2007 avgjørdu Asta Joensen og maður hennara, Bergur Debes Joensen, at taka eitt ár úr kalendaranum og fara at ferðast saman við teirra trimum børnum. Vit vóru komin í eina mylnu í gerandisdegnum við arbeiði, frítíðarvirksemi, fyrlestrum, fundum og so framvegis. Tað var nærum ógjørligt, at vit øll fimm vóru savnað saman rundan um nátturðaborðið. Eitt slíkt familjulív var ikki tað, vit ynsktu, og tí vildu vit gera okkurt fyri at koma burtur úr gerandisdegnum, sigur Asta Joensen. Tí fór familjan at ferðast saman, og tá næstan eitt ár var liðið, høvdu tey verið í 12 ymiskum londum. Ferðin hevur avgjørt samansjóðað okkum aftur sum familja, og eg haldi, at vit eru blivin betri til at ansa eftir, at vit ikki enda í somu mylnu aftur, sigur Asta Joensen, sum í sendingini Vegamótinum greiðir frá hendinga og læruríku ferðini. Vit tosa við Gunnvør Hanusson um hendingina, og eisini tosa vit við Sune Berglind, frá Djórahandlinum, sum hava fingið slanguna at ansa. Ein leki í toppstykkinum á einum av motorunum hjá Smyrli, er orsøkin til, at Smyril ikki siglir túrarnir klokkan 13 og 15.30 í dag. Hann harmast tó um, at upprunaliga ætlanin um, at kommunurnar og Almannaverkið skuldu veita ókeypis viðlíkahaldsvenjing varð av ongum. Í Bygningsstyrelsen fáast tey bara at siga, at tey hava gott samskifti við Ríkispolitiovastan og Tórshavnar kommunu um politistøð í Havn. Møguliga verður ein loysn um ein mánað. Skipanin er soleiðis, at Bygningsstyrelsen eigur ella leigar høli til skrivstovurnar hjá statinum. Millum annað leigar politiið so frá Bygningsstyrelsen. Verður bankabygningurin í Húsagøtu keyptur til politiið, krevur hann sum skilst bæði umbygging og útbygging, áðrenn hann kann brúkast til endamálið. Í dag er altjóða brekdagur. Í hesum sambandi verður tiltak í Norðurlandahúsinum. Fyrilestrar verða hildnir og ein teirra, sum skal halda fyrilestur, er Heidi Sivebæk, atkomuredaktør tilgængelighedsredaktør hjá Danmarks Radio. Tað er Meginfelag teirra Brekaðu, saman við Ráðnum fyri Breka og Almannamálaráðnum, sum skipa fyri. Í útvarpsstovuni er nú Barbara á Tjaldrafløtti frá Ráðnum fyri Breka, Tóra við Keldu frá Meginfelag teirra Brekaðu og so eisini Heidi Sivebæk, redaktør á Danmarks Radio. Ráðstevnan leggur upp til at seta spurningar við ymiskt, men ikki at svara teimum. Soleiðis sigur Terje Sigurðsson, deildarleiðari í kappingareftirlinum. Hetta í samband við at kappingareftirlitið á fyrsta sinni, skipar fyri eini ráðstevnu, sum verður hildin í Norðurlandahúsinum í morgin. Leivur Mortensen úr Havnar Svimjifelagi royndi seg í morgun sum fyrsti føroyski svimjari á heimsmeistarastevnuni á stuttgeil, sum er í Doha í Qatar í hesum døgum. Á einum banka við Føroyar svimja nakrir toskar, sum ikki eru at finna nakra aðrastaðni. Teir eru stórir og feitir og hava ein serliga góðan smakk. Í sendingini verður greitt frá, hvussu føroyabankatoskurin er øðrvísi enn annar toskur, og hvat tað er, sum er sermerkt við hesum fiski Málið um alment innlit í sáttmálan millum CIP og landsstýrið er eitt dømi um, at tað ber ikki til at finnast at Umboðsmanninum, uttan at tað verður ein trupulleiki, sigur hann. Atlantsflog noyðist at hava øll tey trý stóru flogførini í flotanum, til leiguavtalurnar fyri tvey av flogførunum fara úr gildi í 2016. Í vár er ætlanin at fáa greiði á, hvat skal gerast við bæði flogførini, sum felagið hevur leigað, tá leiguavtalaurnar ganga út í september í 2016, sigur Jørgen Holme, stjóri í Atlantsflogi. Tingið viðgjørdi uppskotið hjá Tjóðveldi um at fáa landsstýrið at síggja til, at felagsskapir sum Sea Shepherd ikki sleppa at virka í Føroyum móti landsins lógum. Tingmaðurin hjá Miðflokkinum undrast á, at samgongufólk mæla til at samtykkja eitt uppskot, sum als ikki er viðgjørt í samgonguni, og hann vildi hava málið aftur í nevnd. Politiska støðan í Svøríki er spent í løtuni, og endin kann verða, at sosialdemokratiski forsæstisráðharrin, Stefan Løfven, verður noyddur at skriva út nýval. Stjórnin hevur ikki meiriluta í ríkisdegnum, og borgarligu flokkarnir vilja ikki atkvøða fyri fíggjarlógaruppskotinum hjá stjórnini. Svøríkisdemokratarnir, sum eingin vil samstarva við, taka undir við fíggjarlógaruppskotinum hjá andstøðuni. Hóast uppskotið hjá stjórnini væntandi fellur, sleppur ríkisdagurin at atkvøða um tað, sigur ein sosialdemokratiskur ríkisdagslimur fyri svensku tíðndastovun. Nú innlánsrentan er so lág, eru ikki nóg nógvir pengar í grunninum at býta millum umsøkjararnar. Rentan av stovnsfænum verður latin í stuðli, tí ikki ber til at taka av stovnsfænum, sum er 700.000 krónur Endamálið hjá Grunninum frá 1989 til sosial endamál í Føroyum er at stuðla fólki, sum eru komin illa fyri av vanlukku, sjúku ella øðrum umstøðum. Grunnurin kom í 1989, tá Sparekassefondet, Julemærkelegatet til fordel for syge og svagelige børn p Færøerne og Legat af 1989 for sociale form l p Færøerne vórðu løgd saman. Koltur skal skipast sum antikvarisk serskipan undir Søvnum Landsins, og fyristøðufólkið skal millum annað hava umsjón við ognum landsins í Koltri, taka ímóti vitjandi og miðla mentanararvin og náttúruarvin í Koltri. Setanin er treytað av, at játtan verður tøk á fíggjarløgtingslógini fyri 2015, og í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2015 eru 750.000 krónur settar av, upplýsir Andras Mortensen, sum ikki vil siga meira um málið. Sosialdemokratiska minnilutastjórnin hjá Stefan Løfven, forsætisráðharra, hevur bert sitið í 62 samdøgur. Hvat Løfven ætlar sær at gera, verður væntandi greitt hvørja løtu, tí klokkan 15.30 hava sosialdemokratarnir boðað til tíðindafund í Stokkhólmi. Hóast tað var greitt frammanundan, at fíggjarlógaruppskotið fór at falla, avgjørdi forsætisráðharrin, at ríkisdagurin skuldi sleppa at atkvøða um tað. KFUK letur, eins og undanfarin ár, upp dyrnar jólaaftan, og bjóðar einligum til jóladøgurða, og seinni fáa tey jólagávur. Tiltakið er ætlað teimum, sum annars høvdu sitið einasmøll á jólum. Magnus Rasmussen vil kortini ikki siga, at útbyggingin hjá Tórshavnar Kommunu er óneyðug, men Runavík hevur góðar møguleikar at hýsa einari stórari landshavn. Løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, heldur at Havnin og Runavík mugu samstarva um íløgu og rakstur, heldur enn at byggja hvør í sínum lag. Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu, sigur at næstan allur innflutningurin til Føroya skal til høvuðsstaðin, og tí er alneyðugt at útbyggja havnarlagið í Havn. Hoyr kjakið millum teir báðar borgarstjórarnar og løgmann í Radaranum. Ráð og stovnar mugu hava sera góðar grundgevingar, um tær lata vera við at fylgja tilráðingum hjá Løgtingsins Umboðsmanni. Tað siga advokatarnir, Kristina Samuelsen og Bjørn á Heygum. Bara í serligum førum eigur fyrisitingin at víkja frá niðurstøðunum hjá Umboðsmanninum, tí annars máar hetta støðið undan stovninum. Gerard van Balsfoort, formaður í felagsskapinum EAPO hjá uppsjóvarvirkjunum í ES, spyr, hví føroyingar skulu fiska ein triðing av sínari makrelkvotu í ES sjógvi, tá Føroyar hava fingið nógv størri makrelkvotu, júst tí so nógvur makrelur er í føroyskum sjógvi. Gerard van Balsfoort sigur, at ES fær einki afturfyri, at Føroyar fiska makrel í ES sjógvi, tá makrelurin er meira verdur enn hann er í føroyskum sjógvi. Uppsjóvarvinnan í ES mælir til at fara aftur til kvoturnar, sum tær vóru fram til 2010. Tá lógu tær millum 4.500 og 9.000 tons um árið. Tvey uppskot um júst tað sama komu í løgtingið 30.september, annað frá teimum fýra andstøðuflokkunum, og hitt frá landsstýriskvinnuni í almannamálum. Trivnaðarnevndin hjá løgtinginum mælir til at samtykkja at hækka barnaískoytið, so tað verður 2.500 krónur um ársfjórðingin. Barnaískoytið verður latið einsamøllum uppihaldarum, sum við lógarbroytingini fáa 3.412 krónur meira fyri hvørt barnið næsta ár enn í ár. Serligt barnaískoyti til einsamallar uppihaldarar kom 1.september í 2008. Tá var ískoytið 6.000 krónur um árið fyri hvørt barn. Í ár er barnaískoytið 6.588 krónur, og næsta ár fer tað upp í 10.000 krónur Eini hjún, sum ikki hava aðra inntøku enn fólkapensjón og Samhaldsfasta, hava sambært uppskotinum hjá Kára P. Højgaard eina mánaðarliga inntøku eftir skatt, sum er umleið 16.500 krónur Eitt sambúgvandi par uttan aðra inntøku enn fólkapensjón og Samhaldsfasta hava eina mánaðarliga inntøku, sum er 19.700 krónur Tað merkir, at inntøkan hjá sambúgvandi parinum er umleið 3.200 krónur hægri enn hjá giftum, vísir Sjálvstýrisflokkurin á. Jákup Mikkelsen, formaður fyri tingbólkin hjá Fólkaflokkinum, tekur viðmerkingina um politisku motivini hjá Sólju í Ólavsstovu, løgtigsins umboðsmanni, aftur. Men hann stendur við sína útmelding um, at fjølmiðlarnir eiga at kanna góðskuna á løgfrøðiliga arbeiðinum hjá henni. Løgreglan í Føroyum hevur eftirmett arbeiðið í sambandi við tiltakið hjá djóraverndarfelagsskapinum, Sea Shepherd, í Føroyum í summar. Talan var um servand fólk og serliga útgerð, soleiðis at løgreglan kundi gera sítt arbeiði bæði á landi og sjógvi í spentum støðum. Síðani hevur verið eftirmett, hvussu samstarvið millum føroysku og donsku løgregluna gekk, og hvussu tað varð framt. Spenningsjólakalendari til størri børn NiviNaja er nýggjur jólakalendari í útvarpinum. Alt tilfarið er føroyskt heilt frá handriti til tónleik og ljóðmynd. Heili 23 leikarar eru við í spennandi søguni, sum vit fara at hoyra hvønn einasta gerandismorgun í desember Útvarpið bjóðar størri børnum ein spildurnýggjan og spennandi jólakalendara í desember, sum eitur NiviNaja. Høvuðspersónur er Naja. Ein genta, sum at síggja til hevur alt. Hon er góður svimjari, býr í flottum húsum og hon eigur labradorin, Baldur. Men Naja hevur tað kortini ikki so lætt. Leikurin er spennandi, kensluligur og viðkomandi. Søgan gongur fyri seg í dag í Havn og er spenningsdrama. Álvarsom evni verða tikin upp, og alt er ikki, sum tað sær út. Tað eru ikki øll, sum hava tað so gott, og kanska serliga á jólum merkjast trupulleikarnir enn størri. Og hetta er støðan hjá høvuðspersóninum, Naju. Í ársins hugnaligastu høgtíð verða vit í jólakalendaranum mint á, at vit mugu læra okkum at hyggja aftur um fasaduna, at hugsa um okkara medmenniskju og at hava umsorgan fyri hvørjum øðrum. Jólakalendarin 2014 er føroyskt framleiddur allur, sum hann er. Elin á Rógvi hevur skrivað leikin og sangtekstirnar. Greta Svabo Bech, Benjamin Petersen, Anna Katrin Egilstrøð og Niclas Johannesen hava gjørt løgini. Løgini hjá Niclasi syngja Malan Thomsen, Lena Andersen og Kim Hansen. Hvør tóni er føroyskt framleiddur júst til hendan jólakalendaran. Finnur Hansen hevur gjørt ljóðmyndina og lagt tónleikin tilrættis. Í 2006 varð leitibrunnurin Brugdan boraður, og í 2012 varð farið undir Brugduna tvey. Tann boringin varð ikki liðug í 2012. Hon varð tikin upp aftur og gjørd liðug í ár. Í hvørgum brunni, Brugduni ella Brugduni tvey, vórðu kolvetni funnin. Dong, ExxonMobil, OMV og Atlantic Petroleum vóru saman við Statoil í hesum loyvinum. Í hinum báðum loyvunum eru jarðfrøðiligar kanningar gjørdar, men ongin brunnur er boraður. Her vóru ExxonMobil og OMV saman við Statoil, sum var fyristøðufelag í øllum trimum loyvum. Hjálp Tað eru jól eitur nýggj jólauppskriftabók, sum 14y á Kambsdali hava gjørt. Endamálið við bókini er at hjálpa fólki, sum eru stressaði um jólini. Hoyr samrøðu við tær báðar Silviu Súnadóttir Kristiansen og Døgg Tyril úr 14y omanfyri. Væl umtókti sangleikurin, Grease varð væl móttikin í av føroyingum. Men nú er tíðarskeiðið av og høvuðsleikararnir, Eva Maria Brynhildardóttir og Mike greiða frá tíðarskeiðnum við Grease. Tey høvdu ikki væntað, at tey sluppu við í sangleikin, og tey møttu nøkrum avbjóðingum sum Sandy og Danny. Hoyr hvat tey søgdu í morgun um Grease tíðina og avbjóðingarnar, sum tey møttu. Kappingin at gera føroya vakrastu jóladekoratión er í fullari ferð. Men hvat er mótin innan jóladekoratiónir í ár Anette Sonne og hini í Orkis siga, at í ár er mótin gomli siðbundni reyði jólaliturin. Hevur tú fótakulda eftir at hava verið býin runt eftir jólagávum, so hevur tú møguleika at fara inn í 300 ára gomlu húsini á Reyni, kallað Mettustova, at fáa jólahitan aftur í kroppin saman við einum kaffimunni, vaflum og eitt sindur av søgu. Tað er Kvinnufelagið í Havn, sum skipar fyri jólahugna allan desember. Og menn eru eisini vælkomir. Í summar fleyg Greenland Express millum Grønland, Danmark og Ísland, men í mars, tá flúgvingin verður tikin uppaftur, verður rutunetið víðkað til eisini at umfata Føroyar og Kanada. Felagið hevur higartil nýtt flogfør av slagnum Fokker 100, men nú er ætlanin at nýta Airbus 319 flogfør, sum eru av sama slag sum tey, ið Atlantsflog nýtir. Gert Brask fer í næstu viku at hyggja at tveimum Airbus flogførum, sum ætlanin er at leiga. Eitt annað flogfelag skal flúgva rutuna fyri Greenland Express. Við Airbus flogførum ber til at flúgva beinleiðis millum Grønland og Danmark. Jørgen Holme, stjjóri í Atlantsflogi, sigur við Kringvarpið, at hann kennir einki til ætlanina hjá Greenland Express at flúgva til Føroya. Hann hevur bert hoyrt um hana í miðlunum. Men Jørgen Holme leggur aftrat, at fer Greenland Express at flúgva til Føroya, so fer Atlantsflog ikki at sita hendur í favn, og lata sum einki. Tað ver mest sum av tilvild, at Regin Borðoy gjørdist bóndi. Í dag umsitir Regin Borðoy hann saman við konuni, Óluvu, ein tann best rikna garðin í landinum, Fjósið millum fjarða. Tá Regin Borðoy tók við garðinum í 1997, setti hann sær sum mál at hann sum 50 ára gamal við góðari samvitsku kundi enda henda kapittulin av lívi sínum og fara undir okkurt heilt annað. Líraberg stevndi Fiskimálaráðnum eftir 750.000 krónur, og vildi hava rættin at døma Fiskimálaráðið at viðganga, at lógin um vinnuligan fiskiskap er ikki rætt umsitin. Men rætturin kom til ta niðurstøðu, at Fiskimálaráðið er fríkent, og at Líraberg og manningin skal rinda Fiskimálaráðnum 75.000 krónur í sakarmálskostnaði. Óli Jacobsen, sum er ein av eigarunum av partafelagnum Lírabergi, sigur, at hann fyrst fer at lesa dómin, áðrenn ger viðmerkingar til mmálið. Og felagið kravdi eisini, at Fiskimálaráðið varð dømt at viðganga, at tað var skeivt, at samtakið Sjófeli ikki fekk lut í makrelfiskiskapinum í 2012. Tað vóru 108 útróðrarbátar í samtakinum Sjófeli, sum ikki fekk atgongd til makrelveiðuna í fjør, tí sambært uppgerðini hjá Fiskiveiðueftirlitinum fiskaði tann bólkurin ongan makrel, hóast teir hildu seg eiga rætt til sín part av tilfeinginum. Eftir at Líraberg hevði stevnt, var samskifti millum partarnar, og tá segði Fiskimálaráðið í svari til Líraberg, at kunngerðin um at skipa fiskiskapin eftir makreli í 2012 var lóglig, og tí kravdi Fiskimálaráðið frídøming. Partafelagið Líraberg helt fast við, at tað ikki var rætt, at útróðrarbátarnir, sum bert hava grunnarnar við Føroyar at virka á, ikki fingu lut í makrelveiðuni, tá aðrir partar av flotanum, sum bert hava loyvi at royna á mið og fjarleiðum, fingu lut í makrelveiðuni. Eftir at málið varð lagt fyri rættin, var aftur nógv samskifti millum partarnar, og í mars í ár varð málið klárt at koma fyri rættin í august. Løgtingið samtykti í gjár at heita á landsstýrið um at gera lógaruppskot, sum forðar felagsskapum sum Sea Sepherd at koma inn í landið. Eitt lógaruppskot, sum skuldi tryggja øllum borgarum í landinum rættin til ókeypis endurvenjing, er endað sum eitt uppskot, sum tryggjar fólki rætt til endurvenjing, meðan tey liggja á sjúkrahúsi. Tað vísti seg, at Karsten Hansen, landsstýrismaður, var farin út um sítt egna málsøki, og hvørki Almannamálaráðið vildi vera við, tí eingir pengar fylgdu við lógini Eitt lógarupsskot, sum Karsten Hansen, landsstýrsmaður í heilsumálum fyrireikaði, skuldi tryggja øllum borgarum rættin til ókeypis endurvenjing. Tað verður nú eitt uppskot, sum tryggjar fólki rætt til endurvenjing, meðan tey liggja á sjúkrahúsi. Elin Heinesen er útbúgvin cand. mag. við høvuðsgrein í fagurfrøði og mentan frá Aarhus Universiteti, við hjágrein í norðurlendskum málum og bókmentum frá Fróðskaparsetrinum. Orsøkin til eldin var ein illa farin og rustaður ovnur í einum turkirúmi til klæði, sigur Sjóvinnustýrið í frágreiðing sínari, sum kom á heimasíðuna hjá stovninum í morgun. Hesar treytir høvdu tó ikki samband við tað, sum varð orsøkin til vanlukkuna. Sýnsmaðurin var ikki liðugur við sítt sýn, tá Pison brendi, sigur Sjóvinnustýrið. Hanus Samró, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, spyr nú Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, um fíggjarstøðuna hjá einligum pápum. Hann sigur, at mangt bendir á, at einligir pápar, sum lesa, hava ilt við at gera útbúgvingina lidna, tí teir skulu gjalda fleiri túsund krónur um árið í barnapengum, men fáa ikki fíggjarliga ágóða frá landinum. Tað er óheppið fyri einligu páparnar undir útbúgving, at teir standa við stórari skuld, tá teir eru lidnir við útbúgvingina, sigur Hanus Samró. Hann spyr Anniku Olsen, um hon heldur, at fíggjarstøðan hjá einligum pápum undir útbúgving er nøktandi, og um hon ætlar at bøta korini hjá teimum. Hanus Samró spyr eisini, um landsstýriskvinnan kann útgreina fíggjarstøðuna hjá einligum mammum og einligum pápum við tveimum børnum, har bæði lesa. Í Dansivali hoyra vit Klaksvíkar Dansifelag kvøða vísurnar Skjøn Anne og Norske Løve. Jógvan Pætur Gilstein og Jens Juel Sólbjørg skipa. Vit hoyra gøtufólk kvøða Fisken tager sin føde i vand. Pól Gregersen skipar. Og at enda skipar Katrin Johansen Bøhmerlandsdronningen eitt kvøldið, tá Dansifelag Kaggans og Tøkum Lætt tóku upp saman Vit tosa við Dánjal Samuelsen, sum er hevur útbúgving innan teldufrøði og undirvísir í Hoydølum. Hann greiður frá hvussu internetið riggar og hví man kann keypa bíligar ferðaseðlar gjøgnum Incognito. Í panelinum eru Sámal Kristiansson og Eyðun Poulsen. Teir hugleiða um vandarnar á internetinum. Fólkið ynskti eitt breitt samstarv millum stóru flokkarnar Siumut og IA. Eitt breitt samstarv, ið skuldi endurreisa álitið á politisku skipanina í Grønlandi. Til valið 28. november fekk Siumut 11 tingsessir, Demokratarnir 4, meðan Atassut fekk tveir. Samgongan hevur sostatt 17 tingfólk aftanfyri seg í Landstinginum, Naalakkersuisut, meðan andstøðan hevur 14. Samgongan hevði verið fyri stórum skrædli, hevði mist meirilutan, og Javnaðarflokkurin hevði verið størsti flokkur á tingi, um val var nú. Samgonguflokkarnir høvdu fingið 41,8 prosent av atkvøðunum og 14 tingsesssir. Afturgongdin er 16 prosentstig samanborið við valúrslitið 29. oktober í 2011. Samgongan hevði mist fimm tingsessir. Sambært kanningini fær Sambandsflokkurin 17,4 prosent av atkvøðunum og seks tingsessir. Hann missir tveir. Tað er ein stór afturgongd samanborið við valúrslitið í 2011, tá Sambandsflokkurin fekk 24,7 prosent av atkvøðunum. Stóri vinnarin í nýggjastu kanningini er Javnaðarflokkurin, sum hevði verið størsti flokkur, um val var nú. Javnaðarflokkurin fær sambært kanningini 28,3 prosent av atkvøðunum og níggju tingsessir. Og Sjálvstýrisflokkurin, sum fór burtur úr samgonguni í andstøðu og hevur verið í tungum sjógvi, vinnur seg í kanningini upp um tinggáttina og fær umboðan á tingi. Tað kostar nakað tað sama at víðka berghol sum at gera nýggj, tá eingin onnur farleið er at brúka, meðan bergholini verða víðkað. Tað eru royndirnar bæði í Noregi og Íslandi. Til nýggju bergholini eru gjørd, verður dentur lagdur á at gera trygdina í gomlu bergholunum so góða sum gjørligt, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, sum hevur svarað fyrispurningi frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinnu. Landsstýrismaðurin upplýsir í svarinum, at Landsverk í næstum fer at ráðføra seg við serfrøðingar í Sveis um, hvussu bergholini í Føroyum kunnu dagførast. Og fyrst í 2015 fær Fíggjarmálaráðið eitt tilmæli frá Landsverki um, hvussu nógv tað kostar at dagføra berghol samanborið við at byggja nýggj berghol. Tá tilmælið er komið, verður tað lagt til politiska støðutakan, sigur Jørgen Niclasen. Heima hjá Haldu Tausen Olsen og Andras Olsen í Rituvík býr ein sólskinssøga. Fyri 24 árum síðani átti Halda Tausen Olsen ein son, sum var føddur við einum breki. Hann var føddur við einum klumpfóti, sum hevði eitt bananskap. Soleiðis sá fóturin út, tá Klæmint varð føddur Hóast brekið ikki var eins stórt, sum onnur brek, so fylti brekið nógv í eitt tíðarskeið. Klæmint fær ikki sett av við vinstra beini, og er leggin bert ein triðipartur í mun til leggin í høgra beini. Mamman, gav Klæminti viðgerð hvønn morgun og kvøld í fimm ár, hóast hon fekk boð um at slakka av eftir tvey ár. Hetta kann vera atvold til at hann í dag er ein av Føroya bestu fótbólsspælarum. Bara tann eini samgonguflokkurin var heilur, tá løgtingið atkvøddi um uppskotið hjá Tjóðveldi um fáa landsstýrið at gera lógaruppskot, sum skal forða teimum í at koma til Føroya, sum hava boðað frá, at tey koma higar at bróta lógir. Vinnumálaráðið skal gera lógarbroytingarnar, sum løgtingið samtykti at biðja um, tí talan verður um at broyta útlendingalógina. Og tað merkir, at lógarbroytingarnar skulu eisini samtykkjast í fólkatinginum. Løgtingið gav ikki landsstýrinum langa tíð at gera lógarbroytingarnar. Eitt broytingaruppskot hjá samdari Rættarnevnd um at geva landsstýrinum freist til 1.mai næsta ár varð samtykt. Fólkatingið kann koma í eina tvístøðu av hesum máli. Í Danmark hevur ikki borið til at seta forboð av slíkum slagi, sum løgtingið nú vil hava. Og fólkatingið er ikki so fegið um at fella broytingar í lógum, sum skulu galda í Føroyum. Hann hevur sett sær fyri at kanna, hvønn leiklut átrúnaður hevur í almenna rúminum, og hvussu átrúnaðurin ávirkar samfelagið, og hvussu samfelagið ávirkar átrúnaðin. Óneyðugt er at minna á, at fólkakirkjan eyðvitað tekur undir við javnstøðu, og at kvinnur hava sjálvsagdan rætt at virka í føroysku fólkakirkjuni, sigur Jógvan Fríðriksson, biskupur á heimasíðuni hjá Fólkakirkjuni. Í skrivi vísir felagið á, at seinastu árini hevur miðvíst verið arbeitt við at skipa ta bestu røktina og viðgerðina á Psykiatriska deplinum, sum kann sammetast við hana í øðrum londum. Tað, sum Heilsumálaráðið við Karsteni Hansen á odda nú hevur sett út í kortið, er ein rættiliga stór niðurlaðing. Hetta fer at fáa stórar avleiðingar fyri sjúklingar og avvarðandi teirra, sigur felagið. Felagið Føroyskir Psykiatriskir Sjúkrarøktarfrøðingar er limur í Horatio evropiska felagnum fyri psykiatriskar sjúkrarøktarfrøðingar. Felagið Føroyskir Psykiatriskir Sjúkrarøktarfrøðingar vísir á, at dygdargóð røkt og viðgerð krevur fíggjarliga raðfesting og ikki niðurlaðing. Ein maður vil gera av, hvussu jarðaferðin skal vera. Hann vil ikki skammrósast í eini kirkju, so hann hevur gjørt av, at andlátið skal ikki lýsast. Bert kona, børn og nakrir vinir skulu við og kistan fer úr garasjuni. Kvinna úr Havn, sum hevur búð 30 ár á bygd er leidd og kedd av spurningum frá fólki, sum spyrja, nær hon kemur til Havnar aftur at búgva . Hoyr, hvat teir tríggir gestirnir, Katrin Kallsberg, Hallelujasofus Hansen og Súsanna Danielsen, svara til spurningarnar í dagsins sending. Tað sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, í viðmerking til málið um lógartryggjaðu endurvenjingina til allar borgarar, sum tá avtornaði endaði sum eitt uppskot, sum tryggjar fólki rætt til endurvenjing, meðan tey liggja á sjúkrahúsinum. Karsten Hansen vísir á, at endamálið við tí lógaruppskoti, sum nú er farið til hoyringar, er at áleggja sjúkrahúsverkinum eina skyldu at veita fólki ókeypis endurvenjing eisini eftir at viðgerðin er liðug. Sambært viðmerkingunum til lógaruppskotið er ætlanin at áleggja sjúkrahúsverkinum eina skyldu til at veita borgarum ókeypis endurvenjing, tá lækni hevur staðfest, at tørvur er á tí. Skotið verður upp at seta í sjúkrahúsverkslógina, at á sama hátt, sum sjúkrahúsini hava skyldu til at veita fólki ókeypis viðgerð, skulu sjúkrahúsini eisini hava skyldu til at veita fólki ókeypis endurvenjing, tá hesi hava læknafakliga grundaðan tørv á endurvenjing, eisini eftir at viðgerðin er liðug. Rætturin til endurvenjing verður tann sami, sum rætturin til viðgerðir sambært sjúkrahúsverkslógini. Tað vil siga, at sjúkrahúsverkið fer at veita ókeypis endurvenjing til sjúklingar, men at sjúkrahúsverkið samstundis raðfestir, hvørji tilboð um endurvenjing sjúklingurin kann verða ávístur til. Tilboðið, sum sjúkrahúsverkið veitir, skal tó verða eins fyri allar føroyingar, soleiðis at ein sjúklingur í til dømis Svínoy og ein sjúklingur í Sandavági fáa rætt til somu endurvenjing frá sjúkrahúsverkinum. Partafelagið Líraberg stevndi Fiskimálaráðnum við kravi um, at Fiskimálaráðið skuldi viðurkenna, at tað var skeivt ikki at geva Samtakinum Sjófeli makrelkvotu í 2012. Samtakið søkti um 15 pro sent av kvotuni, ella 22.500 tons. Kravt varð eisini, at Fiskimálaráðið skuldi rinda Partafelagnum Lírabergi 375.000 krónur í endurgjaldi og manningini á bátinum 375.000 krónur í endurgjaldi fyri mista inntøku, tilsamans 750.000 krónur Tá Fiskimálaráðið í kunngerð ásetti makrelfiskiskapin fyri 2012, fingu teir 108 bátarnir í Sjófela eina felagskvotu, sum var 3.000 tons. Fiskimálaráðið segði seg ikki kunna útskriva fiskiloyvi til samtakið, ella til eitt felag fyri samtakið. Rætturin sigur tað vera í samsvari við lógina, at Fiskimálaráðið tók ta avgerðina. Tað sama hevði verið galdandi, um Fiskimálaráðið gjørdi av at lata samtakinum Sjófelag alt tað sum biðið var um. Rætturin kom til ta niðurstøðu, at undir verandi umstøðum, kundi fiskiloyvi ikki latast einum felag, sum ikki átti nakað fiskifar. Og av tí sama sigur rætturin seg ikki kunna broyta avgerðina hjá Fiskimálaráðnum. Rætturin leggur sum grund, at Pf. Líraberg í juli í 2012 fekk loyvi at fiska upp í 300 tons av makreli av felagskvotuni, sum var 3.000 tons. Tí fekk felagið ein part av kvotuni, og hon svarar til kravið frá felagnum. Líraberg, sum ikki nýtti kvotuna, hevur ikki kunnað grundgivið fyri, at Fiskimálaráðið var orsøkin til, at teir ikki fingu fiskað kvotuna, tí loyvið varð givið, samstundis sum onnur loyvi til makrelfiskiskap í 2012 vórðu latin. Tí er heldur ikki grundarlag fyri endurgjaldskravinum, vísir rætturin á. Út frá tí heldur rætturin tað ikki vera neyðugt at taka støðu til heimildina hjá Fiskimálaráðnum at býta makrelin í 2012, tí tað hevur ikki týdning fyri málið, hóast saksøkjararnir hava lagt stóran dent á júst heimildina hjá Fiskimálaráðnum. Tí fríkendi rætturin Fiskimálaráðið og dømdi Pf. Líraberg og manningina á bátinum at rinda sakarmálskostnaðin hjá Fiskimálaráðnum, sum var 75.000 krónur Uppskotið til samtyktar, sum skal forða Sea Sheperd at koma inn í landið, kann ikki praktiserast, og verður ein tílík lóg samtykt, hóttir hon okkara rættartrygd, sigur Jógvan Páll Lassen, advokatur. Tað nertir við grundleggjandi rættindi hjá einstaklingum í einum rættarsamfelagi, tá løgtingið heitir á landsstýrið um at gera eitt lógaruppskot, sum forðar fólki, ið umboða felagsskapir, at sleppa inn í landið, sigur hann. Í sendingini Surk varð tosað við nevndraformannin í trivnaðarbólkinum fyri hotellið, Heðin Kjeldnes, um hvønn týdning nýggju bussurin hevur fyri sjúklingarnar og trivnaðin. Vit tosa við Katrina Kallsberg, forkvinnu í Javnstøðunevndini, um leiklutirnar hjá kvinnum og monnum í framkomna og demokratiska samfelagnum. Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, eftir at Føroya rættur fríkendi Fiskimálaráðið fyri allar lutir í sakarmálinum, sum partafelagið Líraberg hevði reist. Spenningsjólakalendari til størri børn NiviNaja er nýggjur jólakalendari í útvarpinum. Alt tilfarið er føroyskt heilt frá handriti til tónleik og ljóðmynd. Heili 23 leikarar eru við í spennandi søguni, sum vit fara at hoyra hvønn einasta gerandismorgun í desember Útvarpið bjóðar størri børnum ein spildurnýggjan og spennandi jólakalendara í desember, sum eitur NiviNaja. Høvuðspersónur er Naja. Ein genta, sum at síggja til hevur alt. Hon er góður svimjari, býr í flottum húsum og hon eigur labradorin, Baldur. Men Naja hevur tað kortini ikki so lætt. Leikurin er spennandi, kensluligur og viðkomandi. Søgan gongur fyri seg í dag í Havn og er spenningsdrama. Álvarsom evni verða tikin upp, og alt er ikki, sum tað sær út. Tað eru ikki øll, sum hava tað so gott, og kanska serliga á jólum merkjast trupulleikarnir enn størri. Og hetta er støðan hjá høvuðspersóninum, Naju. Í ársins hugnaligastu høgtíð verða vit í jólakalendaranum mint á, at vit mugu læra okkum at hyggja aftur um fasaduna, at hugsa um okkara medmenniskju og at hava umsorgan fyri hvørjum øðrum. Jólakalendarin 2014 er føroyskt framleiddur allur, sum hann er. Elin á Rógvi hevur skrivað leikin og sangtekstirnar. Greta Svabo Bech, Benjamin Petersen, Anna Katrin Egilstrøð og Niclas Johannesen hava gjørt løgini. Løgini hjá Niclasi syngja Malan Thomsen, Lena Andersen og Kim Hansen. Hvør tóni er føroyskt framleiddur júst til hendan jólakalendaran. Finnur Hansen hevur gjørt ljóðmyndina og lagt tónleikin tilrættis. Í dag hoyra vit søgurnar Jól í Dundurdali, sum Astrid Lindgren skrivaði, Ella Smith Clementsen týddi. So hoyra vit Jól í Sóljuvík, sum Ella Smith Clementsen skrivaði Landsstýrismaðurin í vinnumálum gav í 2012 einum felagi, sum SEV og Magn skuldu stovna, loyvi til gera streym við vindmyllulundini í Húsahaga. Tað sigur Johan Dahl í svari til Aksel V. Johannesen, løgtingsmann, sum spurdi, um landsstýrismaðurin hevur givið loyvi til, at SEV og Magn saman eiga vindmyllulundina í Húsahaga. Dótturfelagið hjá SEV, har sum Magn er við, fer ikki at kappast við SEV. Men tað verður kortini fyrimunur hjá brúkarunum, at Magn er við, sigur John Dahl. Harafturat kann Magn fáa so nógvar førleikar av samstarvinum við SEV, at Magn seinni verður ført fyri at koma við sjálvstøðugum boði upp á vindmylluverkætlanir í framtíðini, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður. Tað er ikki ókent, at fyritøkur, sum fara inn á nýggj virkisøki, byrja við at fara í samstarv við verandi veitarar, fyri síðan at bróta frá og kappast á jøvnum føti, sigur landsstýrismaðurin. Nýggj stuðulsavtala til frama fyri føroysk listafólk varð undirskrivað og umrødd í Mentanarcaf ini hesaferð. Í øðrum lagi var ljós varpað á føroyska filmsframleiðslu í samband við árligu Geytavirðislønirnar, sum verða í komandi viku. Avdúkað varð, hvørjir tíggju filmar eru tilnevndir til ársins Geyta. Gestur var Dávur Djurhuus, sum í fjør vann Geytan. Livandi tónleikin framførdu Høgni Lisberg við manning og Hulda saman við Sakaris. Umborð á Westward Ho, prát við Petur á Regni úr Leirvík, um sjólívið í gomlum døgum. Zacharias Hammer prátar við Petur Lervig úr Leirvík. Vit hoyra Harmonikuliðið syngja Alt hann átti , Farvell . Eisini hoyra vit Dupultkvartettina við Lat hitt lægra ljósið brenna og Har í Dávids fagra staðið . Vit fara nú at nærlesa dómin, og síðani taka vit støðu til, um farið verður í Landsrættin, sigur Ali Celebi, talsmaður fyri tey 20, ið stevndu. Tað hevði við sær, at fólkini fyrtsu tíðinarindaðu meiri enn fyri vanlig lán, men eftir fíggjarkreppuna hava tey rindað lægri rentu. Rentan samsvaraði ikki við útreiðslurnar, og tí avgjørdi bankin í 2012 at broyta avtalurnar við tey umleið 230 fólkini, sum høvdu slíkt lán. BankNordik fór undir at veita serligu lánini í 2006 og í 2007, tí nakað frammanundan var Eik banki farin undir at bjóða føroysku lánarunum donsk realkredittlán, og tí valdu viðskiftafólk at fara úr BankNordik, og í staðin taka við einum realkredittláni í Eik banka. Í 2012 staðfesti BankNordik, at nøkur lán ikki fylgdu lánspolitikkinum, og tað kom fram undir viðgerðini í rættinum, at bankin hevði undirskot av lánunum, av tí at rentan var so lág. Tí gjørdi bankin av at broyta lánstreytirnar hjá teimum 230 lántakarunum, men tey skuldu gjalda eitt prosent minni í rentu enn vanligt er fyri 1. veðrætt. BankNordik bjóðaði eisini fólkunum at leggja um til realkredittlán, og at bankin skuldi taka á seg ein part av tapinum, tey høvdu. Og fólkini høvdu eisini fingið boð um at koma upp í skipanina Nordik 360, við teimum fyrimunum, sum tað gevur. Hvussu nógv av teimum 230 fólkunum tóku av tilboðunum frá bankanum, kom ikki fram í rættinum, men 20 teirra vóru við til at stevna BankNordik. Tá málið var fyri í rættinum, kom fram, at tá BankNordik í 2012 gjørdi av at broyta lánstreytirnar hjá viðskiftafólkunum, sum høvdu lán við rentulofti, hækkaði rentan úr 80 upp í 208 prosentstig. Advokaturin hjá teimum, sum stevndu, kravdi í rættinum, at lánini halda fram sum avtalað varð í 2006 og í 2007, og at tað sum er kravt ov nógv, verður rindað aftur. Advokaturin hjá bankanum kravdi frídøming. Hann vísti á, at tá lánini vórðu tikin í 2006 og í 2007, fingu fólk greitt at vita, hvørjar treytirnar vóru, at rentan var skiftandi, at loft var á rentuni, hvat hendi, um lánið varð sagt upp fyri tíð, og hvør provisjónin var. Tær vælkendu ljósperurnar og kúlurnar, sum ofta prýða jólatrøini kring landið, hava ikki altíð verið siðir á jólum. Fyrr bakaði man kakur, sum vórðu hongdar á jólatrøðini, og so át man tær. Haðan hevur man orðafellið Først skal træet vises siden skal det spises . Tað sigur fólkalívsfrøðingur Jóan Pauli Joensen. Millum broytingarnar eru, at túrarnir av Gomlurætt klokkan 15.45 og 17.15 verða sigldir beinleiðis av Gomlurætt til Skopunar og ikki um Hest, sum nú. Haraftrat verða nýggir túrar sigldir mikudag og fríggjadag. Teir tríggir túrarnir millum Gomlurætt og Skopun fyrrapart leygardag og sunnudag verða lagdir saman í tveir túrar, sum upprunaliga ætlað. Tað er neyðugt við broytingum, tí Strandfaraskip Landsins skulu lúka altjóða krøv um hvílireglur hjá manningini, sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandfaraskipum Landsins. Borgarstjórarnir í Sandoynni fegnast um, at samlaða túratalið hjá Teistanum ikki lækkar, hóast sandoyingar missa túrar um vikuskiftið. Kim Kielsen, formaður í Siumut, sum var fyribils landsstýrisformaður, eftir at Aleqa Hammond legði frá sær, heldur fram sum landsstýrisformaður fyri nýggja landsstýrinum. Fyri nøkrum døgum síðani gav Stanley Samuelsen út sangbók við teimum løgunum, sum hann hevur givið út, og í Vangamyndini fer Stanley at greiða frá útgávuni. Stanley hevði spælt tónleik hjá øðrum í nógv ár, áðrenn hann fór at spæla síni egnu løg alment, men av og á spældi hann tey, og tá tað vísti seg, at fólki dámdu tey, og bóðu hann spæla tey, gav tað honum dirvi at gera tað oftari. Uppaftur seinni kom so fyrsta fløgan, men síðani hevur Stanley í størri og størri mun sungið og spælt egin løg til føroyskar yrkingar og tað er hetta, ið nú kemur út í bók. Undirgrund eitur nýggja merkið, sum júst hevur givið út fyrsta føroyska whiskey grótið. Tað eru Uni Árting og Jim á Horni, sum eiga hugskotið. Í eitt ár smakkaðu teir whiskey við ymsum grótið í fyri at finna tað heilt rætta. Føroyska royndarkvotan eftir 100 tonsum av rækjum við Grønland dettur burtur næsta ár. Og 60 fiskidagar, sum Grønland eigur undir Føroyum, detta eisini burtur. Føroysk skip sleppa at fiska 355 tons av toski við Eysturgrønland. Og føroysku svart kalvakvoturnar við Eysturgrønland og Vesturgrønland verða ávikavist 275 og 100 tons. Grønlendsk skip sleppa at fiska 2.100 tons av sild í føroyskum sjógvi og 5.500 tons av svartkjafti, sum Grønland hevur fingið gjøgnum NEAFC. Eg eri vælnøgdur. Hetta er upphiting til tað, sum skal koma seinni, og eg eri nøgdur við ferðina hjá mær, sigur Pál Joensen við svimjing.com Løgreglan í Føroyum fekk fráboðan frá donsku KT deildini hjá Ríkisløgregluni, at ávís IP adressa í Føroyum hevur tikið niður barnapornografiskt tilfar. KT deildin heldur vakið eyga við teimum, sum fara inn á internetsíður og taka niður tilfar av barnapornografiskum slagi. Løgreglan fekk frá Føroya Rætti loyvi at gera húsarannsókn heima hjá manninum, sum er um 60 ára aldur. Undir rannsóknini fann løgreglan fleiri teldur og harðdiskar við barnapornografiskum tilfari, sum hald varð lagt á. Hildur Hentze á Kriminaldeildini hjá løgegluni sigur, at nógvar ólógligar myndir eru funnar á teldum hjá manninum. Talan er um børn, sum eru yngri enn 18 ár. Sambært revsilógini grein 235 er tað revsivert at taka niður á netinum, hava í varðveitslu og at senda víðari barnapornografiskt tilfar. Revsingin kann verða upp í tvey ára fongsulsrevsing. Maðurin varð handtikin og avhoyrdur í gjár, skuldsettur fyri at hava barnapornografiskt tilfar í varðveitslu. Hann var síðani latin leysur, meðan málið verður kannað, upplýsir Hildur Hentze á Kriminaldeildini. Tað verður framvegis lógligt hjá Sea Sheperd tilhangarum at mótmæla grindadrápi í sínum sermerktu svørtu búnum í Føroyum eisini um landstýrið ger, sum løgtingið hevur heitt á tað, og leggur eitt lógaruppskot fram, sum skal forða felagsskapum í at koma til landið við ólógligum virksemi fyri eyga. Í hesum sambandi verður eitt serligt tiltak í auluni í kommunuskúlanum hósdagin 11. desember, har millum annað myndarøðir og filmskut verða sýnd frá hesum seinastu 58 árunum, ið skúlin hevur virkað. Tiltakið byrjar klokkan 9 og endar klokkan 16, og har verða røður, framførslur, sangur, tónleikur og kvæði. millum annað fer eitt lærarakór at framføra Fedranna Talu, sum er kantatan, sum Hans Jacob Højgaard og Heðin Brú gjørdu til vígsluna av kommunuskúlanum. Matian Kapnas fer at spæla klaver og Knút Olsen verður kórleiðari. Tórshavnar Kommunuskúli varð vígdur 2. september 1956. Hann var tann fyrsti av teimum stóru skúlunum, sum vórðu bygdir í Føroyum, og er eisini ein av kendastu bygningunum í Havn. Heilt serlig eru listaverkini í skúlahøllini og eisini eystanfyri á skúlanum, har Janus Kamban hevur gjørt stóra høggmynd av gomlum manni, sum situr undir børnum og greiðir frá. Í auluni er listevnið Sjúrðarkvæðini stóri málningurin er av Sjúrði í bardaga við Ormin, og á brótunum hanga myndir úr sama kvæði. William Heinesen málaði myndirnar í auluni, sum altso verður karmur um hátíðarhald hósdagin, nú Tórshavnar Kommunuskúli fer í søguna. Hetta skúlaárið ganga 412 næmingar í kommunuskúlanum í Havn, býttir í 20 flokkar. Á Venjingarskúlanum verður somuleiðis hátíaðrhald, og tað verður mikludagin 17. desember. Fyrrapartin eru allir næmingar, ið byrjaðu í 1. flokki í skúlanum í 1968 bodnir til ein drekkamunn saman við verandi 1. flokkunum í Ytra skúla við Landavegin. Tað er tann skúlin, sum eisini varð kallaður Guli skúli og fyrr Hvíti skúli áðrenn hann bleiv gulur fyri eini 40 árum síðani. Seinnapartin verður opið hús á Venjingarskúlanum, har tey bjóða fyrrverandi lærarum, næmingum og øðrum áhugaðum til ein spennan og áhugaverdan seinnapart. Løfven hevði bara sitið 62 dagar í sessinum, tá hann gjørdi av, at nýval skal verða í Svøríki í mars. Støðan er íkomin, tí svenska vinstrastjórnin ikki megnaði at fáa meirluta fyri síni fíggjarlóg, samstundis sum hvørki andstøða ella samgonga vilja samstarva við Svøríkisdemokratarnar. Í einum lesarabrævi í Dagens Nyheter skrivar svenski forsætisráðharrin Tað er mín sannføring, at Svøríki tørvar meira samstarv og minni blokkpolitiska hugsan. Nýggja politiska støðan krevur, at allir sømiligir flokkar viðvirka til hetta. Alternativið er at geva seg undir treytirnar hjá Svøríkisdemokratunum í svenskum politikki, skrivar Stefan Løfven. Val í ótíð er sera sjáldsamt í Svøríki, og ikki síðani 1958 hava sviar verið noyddir at atkvøða til ríkisdagin, áðrenn valskeiðið hevur verið runnið. Naggatódnin er sum sagt íkomin av Svøríkisdemokratunum, sum seinasta val fingu so stóra umboðan í ríkisdegum, at hvørki samgonga ella andstøða tá SD ikki eru íroknaðir kunnu fáa meirluta. Allir teir sjey flokkarnir, sum sita í ríkisdegnum saman við SD, lovaðu fyri valið, at SD onga ávirkan skuldi hava, tí hinir flokkarnir halda, at SD ikki er borðbarur flokkur. Men nú fíggjarlógin skuldi samtykkjast, megnaði samgonga og andstøða ikki at samstarva uttan um SD, og tí kom stjórnin í minniluta. Steffan Løfven segði í sjónvarpssendingini Skavlan í gjárskvøldið, at politiska støðan í Svøríki nú er heilt serlig og hann segði, at Svøríkisdemokratarnir hava rót í nasismuni. Spurningurin er so, um borgarligi vongurin og vinstrivongurin í Svøríki megna hetta samstarv tvørtur um miðjuna, so SD IKKI fær nakra ávirkan. Hetta krevur eina uppgerð við blokkpolitikkin, og at hetta verður partur av valstríðnum. Val verður væntandi í Svøríki 22. mars. Ein onnur avleiðing er, sambært tingmanninum, at grasrøturnar uttanfyri miðstaðarøkið eru nógv viknaðar. Páll á Reynatúgvu væntar, at tað er ov seint at bakka aftur nú og broyta skipanina. Tað er helst too little too late , sum hann tekur til. Ferðafólkini umborð á einum Airbus flogfari, ið kom úr Keypmannahavn seinnapartin leygardagin, fingu ein hvøkk, júst sum flogfarið skuldi lenda í Vágum. Tá flogfarið byrjaði innflúgvingina í Vágar, slerdi snarljósið niður í flogfarið hjá Atlantic Airways. Flogfarið varð kannað leygarkvøldið, og sleppur ikki á flog aftur í dag. Tað er vanlig mannagongd, at flogfør verða sett, eftir at tey eru rakt av snarljósinum, sigur William Smith, tekniskur leiðari hjá Atlantic Airways. Hóast tað kann tykjast ógvusligt hjá teimum, ið eru við einum flogfari, ið verður rakt av snarljósinum, er tað ikki so vandamikið, sum tað kann tykjast, soleiðis sum ferðafólkini uppliva tað. Flogførini eru bygd til at tola, at toran slær niður í tey, so tað er eingin vandi á ferð, sigur tekniski leiðarin hjá Atlantic Airways, William Smith við útvarpið. Onkrir deilir eru bílagdir úr Týsklandi, og tá teir deilirnir eru skiftir, kann flogfarið aftur fara í regluliga flúgving. Seinast, snarljósið rakti eitt flogfar hjá Atlantic Airways, var í 2008. Í 2013 fluttu 186.000 fólk úr landinum, men bara síðan apríl mánað í ár eru fleiri enn 200.000 fólk flutt úr Russlandi. Tað vísa nýggj hagtøl hjá russisku myndugleikunum. Harumframt søktu 40.000 russarar um friðskjól í øðrum londum í 2013, kemur fram í eini frágreiðing hjá Sameindu Tjóðum. Hetta eru 76 prosent fleiri fólk enn í 2012, sambært frágreiðingini. Tá Sovjetsamveldið varð upployst, var ein vanligur útflytari ein fátækur, ófaklærdur maður. Í dag eru tað tey vælbjargaðu og vælútbúnu, ið leita sær vestur eftir, skrivar World Policy Institute Samstundis sum nógv fólk er flutt úr Russlandi, eru eisini nógv, ið hava søkt um innferðarloyvi til Russlands, tí nógv størv nú eru leys í Russlandi. Sambært eini frágreiðing hjá Sameindu Tjóðum, var tað bert í USA, at fleiri fólk søktu um innferðarloyvi í 2013 enn í Russlandi. Tey flestu fólkini, ið søkja um innferðarloyvi til Russlands, koma í løtuni úr Aserbajdsjan, Usbekistan og Ukraina, vísa tøl hjá russisku myndugleikunum. Nýggjur skúli stóð liðugur í Vági, tá skúlaárið 1951 byrjaði. Óluvá fór nú í 4. flokk og árið eftir í realskúlan. Í nýggja skúlanum vóru nógv betri umstøður, og lærararnir vórðu fleiri. Í realskúlanum vóru nógvar nýggjar lærugreinir. Útferðir vórðu gjørdar bæði á Ryskivatn og til Havnar. Eitt summar ferðaðist Óluvá hjá skyldfólki í Havn og eitt annað í Funningi og við Gjógv. Eftir realskúlan arbeiddi hon við arbeiðslønum á skrivstovuni á Løðhamri. Landið hevur higartil í ár fingið 1,2 milliard krónur inn í skatti, og sammett við í fjør er landsskatturin 5,29 hægri enn um somu tíð í fjør. Kommunurnar hava higartil eisini fingið eitt væl meir inn í skatti fyrstu ellivu mánaðirnar í 2014 samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Kommunurnar í Føroyum hava higartil í ár samanlagt fingið eina milliard og 358 milliónir krónur inn í skatti, og hetta eru 56,2 milliónir krónur ella 4,32 meira enn sama tíðarskeið í fjør, sambært uppgerðini hjá TAKS . Fyrstu 11 mánaðirnar í 2014 eru 238 milliónir krónur komnar inn í eftirlønarskatti og 39 milliónir í kirkjuskatti. Eftirlønarskatturin er væl hægri enn sama tíðarskeið í fjør, góðar 24 milliónir krónur meira. Stovnurin fyri náttúruvernd í Grønlandi hevur fingið pening frá Fólkatingsins umhvørvisnevnd til fyrireikandi kanningar. Verkætlanin byrjar væntandi í 2015, tá fólk frá stovninum fyri náttúruvernd fara at tosa við veiðumenn í Eysturgrønlandi. Seinni er ætlanin, at granskarar skulu seta sendarar á ísbjarnir, so greiða fæst á, hvussu tær ferðast í økinum við Tasilaq í Eysturgrønlandi. Harumframt er ætlanin, at veiðumenn í Eysturgrønlandi eisini skulu gera ílegukanningar av ísbjarnum. Ílegukanningarnar skulu fáa greiðu á, hvussu nógvir stovnar av ísbjarnum eru, og um neyðugt er við fleiri fyrisitingarligum økjum. Orsøkin, til at ísbjarnir í Eysturgrønlandi ikki áður eru taldar og skrásettar, er, at tað er drúgt og kostnaðarmikið at gera arbeiðið. Stovnurin fyri náttúruvernd í Grønlandi tekur nú fyrsta stigið, og vónar, at fyrstu úrslitini fyri burðardygga veiðu av ísbjarnum eru tøk í 2019. Tíðirnar 1. Gregorio Paltrinieri Italia 14 16 10 2. Oussama Mellouli Tunesia 14 18 79 3. Ryan Cochrane Kanada 14 23 35 4. Pál Joensen Føroyar 14 26 54 5. Gabriele Detti Italia 14 29 94 6. Jordan Harrison Avstralia 14 33 10 7. Michael McBroom USA 14 34 31 8. Richard Nagy Slovakia 14 35 50 Jógvan Páll Kristiansen og Sigmundur Johansen vunnu í dag gull hei ð ursmerki í judokapping í Danmark. Talan var um kappingina Copenhagen Cup, sum varð hildin í judohøllini hjá Amager Judo Skole. Jógvan Páll Kristiansen bardist í vektflokkinum fyri teir, sum viga undir 73 kilo. Hann vann allar tríggjar dystirnar og gjørdist tískil eisini vinnari av bólkinum. Sigmundur Johansen bardist í vektflokkinum fyri teir, sum viga undir 100 kilo. Hann bardist tveir dystir og vann báð ar, og soleiðis gjørdist eisini hann vinnari av sínum bólki. Copenhagen Cup er skipað yvir fýra umfør. Umframt at vinna kappingina í dag, so er Jógvan Páll Kristiansen eisini samlaður vinnari av øllum kappingunum, tí hann hevði flest stig tilsamans. Sigmundur Johannesen hevur bara verið í Danmark í ein mánað, og hevur tískil bara luttikið í dagsins kapping. Teir báð ir Jógvan Páll og Sigmundur venja báðir við Amager Judo Skole, sum telist millum bestu judofeløgini í Danmark. Kappingin í dag var ein liður í fyrireikingunum til Reykjavík Open í januar, har teir fara við føroyska judolandsliðnum, og NM, sum eisini verður í Reykjavík, í mars. Hóast Bjarni Nielsen svímaði undir styrkislandsdystinum ímillum Føroyar og Danmark og veit, at ítróttur hansara onkuntíð kann seta heilsuna í vanda, heldur hann ikki, at hann hevur nakað val. Antin eri eg stórur og sterkur ella stórur og tjúkkur, sigur Bjarni, sum tapti landsdystin 8 6 fyri dananum, Nicolai Hansen í høllini á Hálsi leygardagin. Sjálv kappingin gjørdist heldur ikki heilt, sum fyrireikararnir høvdu ætlað, tí sterkasti maðurin í Danmark, Mikkel Leicht, noyddist stutt undan kappingini at geva avboð vegna sjúku. Tað sum eftir ætlan skuldi vera ein parkapping ímillum teir fýra, donsku Mikkel Leicht og Nicolai Hansen og føroyingarnar Jákup Súna Berg og Bjarna Nielsen, gjørdist ístaðin gjørdist ein duell, eftir at Jákup Súni Berg valdi at taka seg úr kappingini. Duellin ímillum Bjarna Nielsen og Nicolai Hansen bjóðaði eisini uppá dramatikk frá byrjan, tí longu í aðru greinini, sonevndu Conan Wheel, svímaði Bjarni Nielsen, tí hann fekk ikki luft. Hann megnaði tó at halda á fram í kappingini, og tað stóð á jøvnum 6 6 undan síðstu grein. Har dróg Nicolai Hansen tó longra stráið, tá dekk skuldu lyftast uppá ein platt, so endaliga úrslitið gjørdist 8 6 til Danmark. Vit hittu Bjarna Nielsen sunnudagin, lítla løtu áðrenn hann skuldi út á skaðastovuna fyri ein meistlaðan fót, og hann greiddi frá, hvat hendi, tá hann svímaði undir kappingini. Hóast hesin landsdysturin ikki gekk sum ætlað, so sigur Bjarni Nielsen, at teir ætla at royna aftur seinni og nevnir, at um áhugi er fyri tí, so kann talan gerast um at fáa fleiri lond at luttaka. Fyrrverandi svimjarin, Pauli Øssurson Mohr, heldur, at Pál Joensen hevur góðan møguleika at vinna heiðursmerki á Olympisku leikunum í Rio, eftir at vágbingurin sunnudagin svam seg til eitt fjórða pláss á heimsmeistarastevnuni í stuttgeil. Við tíðini 14.26.54, setti Pál nýtt føroyskt met, og hóast tað ikki rakk til heiðursmerki á hesum sinni, so heldur Pauli, at Pál er í eini somikið góðari gongd í løtuni, at hann kann røkka heiðursmerkjapallinum á sumri 2016. Í sjónvarpsstovuni er 18 ára gamla songkvinnan Innan Glyvur, Døgg Nónsgjógv, sum í mars í ár fekk virðisløn fyri ársins føroyska popplag. Tá hon var átta ára gomul, misti hon pápa sín, og sorgin kendist bara størri og størri, sum árini gingu. Umframt Døgg hitta vit eisini oljustjóran á Atlantic Petroleum, Ben Arabo. Hann heldur, at útjaðarin Føroyar má halda uppat við at billa sær inn, at vit eru ein attraktivur miðstaður, sum fólk av sær sjálvum flyta til og tíma at búgva í. Til seinast hitta vit 18 ára gamla klaksvíkingin, Rólant Biskopstø, sum fyri fýra árum síðani fekk nýtt hjarta. Og tað var eisini í evstu løtu. Í seinasta lagi í februar eigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum at koma við uppskoti í løgtingið um endaligu gjøldini fyri makrel og norðhavssild í 2015. Teir halda, at tað er óheppið at leggja fram lógaruppskot um avgjald, sum eftir ætlan bara skal galda fyribils. Meirilutin í Fíggjarnevndini heldur tað vera neyðugt, at vinnan fær fastar karmar at virka undir. Uppskot er um sama veiðigjald og sama avreiðingargjald sum í ár. Men gjøldini fyri 2015 eru ikki ásett enn. Lógaruppskotið, sum nú er í tinginum, er tó neyðugt, tí tað er ein fylgilóg hjá fíggjarlógini. Samgongumenninir í Fíggjarnevndini mæla landsstýrismanninum í fíggjarmálum til skjótast gjørligt og í seinasta lagi í februar at avgera, hvussu gjøldini vera næsta ár. Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi taka ikki undir við uppskotinum um veiðigjald og avreiðingargjald og mæla tinginum frá at samtykkja tað. Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2015 væntaði landsstýrið 32 milliónir krónur í víddargjaldi frá oljufeløgum. Men nú Jarðfeingi hevur fingið trý loyvi aftur, minkar víddargjaldð 30 milliónir næsta ár, so bara tvær milliónir eru eftir á teirri kontuni. Samanumtikið væntar Fíggjarmálaráðið tvær milliónir krónur afturat í inntøkum enn mett varð í september, tá løgtingið fekk fíggjarlógaruppskotið. Tilfeingisgjøldini fyri makrel og sild eru minkað 11 milliónir krónur síðani september, tí makrelkvotan næsta ár er minni enn kvotan í ár. Norðhavssildakvotan er tó ikki ásett enn. Í fíggjarlógini er fyribils roknað við sama veiðigjaldi og sama avreiðingargjaldi sum í ár. Men annars verður nú mett, at landsskatturin gevur sjey milliónir meira enn mett í september, partafelagsskatturin níggju milliónir meira, kapitalvinningsskatturin 19 milliónir meira, og landskassin fær átta milliónir krónur meira í meirviðisgjaldi enn Fíggjarmálaráðið metti í september. Hetta er, tá meirvirðisgjaldið er undantakið, tað, sum hesar inntøkurnar higartil í ár hava givið meira enn fíggjarlógin fyri 2014 sigur, og tølini eru tí eisini flutt yvir í fíggjarlógina fyri 2015. 30 ára gamla ferðafólkið, sum býr í Danmark, hevur verið í varðhaldi í Mjørkadali síðani 20.oktober, tær fyrstu tvær vikurnar í avbyrging. Eitt annað ferðafólk, sum kom við Norrønu 20.oktober, varð dømt 17.november fyri at royna at smugla 115 gramm av hassji innvortis. Á aðalfundinum varð Nina Alberg Arge vald í nevndina fyri tvey ár. Robert Thomassen varð valdur á ársaðalfundinum í fjør fyri tvey ár, og hann heldur sostatt fram í nevndini eitt ár afturat. Nevndin hevur skipað seg við Ninu Alberg Arge sum kassameistara og Roberti Thomassen sum næstformanni og skrivara. Tiltakslimir í nevndini eru Birita Wardum og Magni Dalsgaard. Cimber fór av knóranum, og ætlanin hevur verið, at flogfelagið skuldi steðgað sínum virksemi í apríl næsta ár. Felagið hevur sagt øll 130 starvsfólkunum úr starvi. Við at keypa Cimber, fær SAS atgond til eitt lítið felag, sum hevur drúgvar royndir í innanríkisflúgving í Danmark, sigur stjórin í SAS, Rickard Gustafson, í boðum til keypsskálan. Meirilutin, samgongan og Javnaðarflokkurin, mælir løgtinginum frá at samtykkja uppskotið hjá Tjóðveldi um at fáa landsstýrið at leggja fyri tingið uppskot um at lýsa 25. mars sum almennan móðurmálsdag. Tað hevur víst seg, sigur meirilutin, at tað ber til at skipa fyri móðurmálsdegi, uttan at hetta verður gjørt við at lýsa ein almennan hátíðardag afturat. Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur longu sum er møguleika fyri at geva stovnum boð um at skipa fyri degnum, sigur meirilutin í Mentanarnevndini. Minnilutin í nevndini, Tjóðveldi og Framsókn, sigur tað vera neyðugt, at Mentamálaráðið tekur á seg at lýsa 25. mars sum almennan móðurmálsdag fyri at stovnar, skúlar og einstaklingar taka móðurmálsdagin til sín. Samgonguflokkarnir í mentanarnevndini taka ikki undir við uppskotinum hjá Tjóðveldi til samtyktar um at endurskoða fólkaskúlalógina. Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, hevur upplýst fyri nevndini, at Mentamálaráðið arbeiðir við at endurskoða fleiri viðurskifti í skúlanum. Tvey álit eru fyri stuttum latin landsstýrismanninum, sum kunnu vera grundarlag undir politiskari viðgerð av fólkaskúlanum. Av tí at Mentamálaráðið longu arbeiðir við málinum, mælir meirilutin í mentanarnevndini frá at samtykkja uppskotið. Minnilutin sigur, at millum skúlafólk tykist semja vera um, at neyðugt er at endurskoða fólkaskúlalógina, og hoyringarpartar hava víst á, at hann er ov smalur og bókligur. Fólkaskúlin er ein skiljimaskina, har 4 5 næmingar í meðal í hvørjum flokki fáa lítið og einki burturur skúlagongdini. Nú klokkan 10 fór Fíggjarnevndin á fund at umrøða eitt fíggjarnevndarskjal, sum skal hækka játtanina til Strandferðsluna við 950.000 krónur, sum skulu nýtast til Smyril. Í umbønini frá Strandferðsluni til Vinnumálaráðið, verður sagt, at neyðugt er við 950.000 krónur til óvæntaðar útreiðslur umborð á Smyrli. Neyðugt hevur verið at fáa eitt fólk frá motorverksmiðjuni MAN at koma til Føroya at kanna høvuðsmotor 4 á Smyrli, tí hann í longri tíð hevur havt ymsar trupulleikar. Haraftrat er neyðugt at skifta turboløðararnar á tveimum av hjálpimotorunum. Motorarnir verða ikki gjørdir longur, men tað hevur eydnast Strandferðsluni at fáa fatur á tveimum nýggjum løðarum. At kanna høvuðsmotor 4 á Smyrli fer at kosta 500.000 krónur, og teir báðir løðararnir, sum skulu keypast, kosta 450.000krónurSamlaða umbønin til Fíggjarnevndin er tí tilsamans 950.000 krónur Í gjár bardist Jógvan Páll Kristiansen seg fram til fyrsta plássið í judokappingini Copenhagen Cup, sum var hildin á Amager í Keypmannahavn. Jógvan Páll Kristiansen vann bæði í sínum egna flokki, sum eru menn undir 73 kg, og fekk eisini samlað flest stig fyri alla kappingina og vann tískil alla kappingina. Hoyr samrøðuna við hann omanfyri. Samgonguflokkarnir í Vinnunevndini halda, at grundarlagið undir uppskotinum hjá Sirið Steenberg og Pálli á Reynatúgvu í Tjóðveldi um at herða flutningsskyldina hjá landinum, er burtur, tí í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2015 er lagt uppfyri, at strandfaraskipini skulu sigla allar dagar í árinum. Men meirilutin í Vinnunevndini heitir á landsstýrismannin í vinnumálum um at bera so í bandi, at strandfaraskipini eisini sigla jóladag í ár. Minnilutin, Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin, mælir til at samtykkja uppskotið. Minnilutin sigur seg fegnast um, at eftir at hetta uppskotið er lagt fram fleiri ár á rað, hevur tað loksins eydnast at fáa siglingina raðfesta á fíggjarlógini fyri 2015. Í gjáramorgunin slerdi toran niður á Knúki í Sandoynni, og tað hevur við sær, at fólk ikki síggja televarpið, og heldur ikki fáa lurtað eftir FM í útvarpinum. Vestmannadaman Hjørdis Súsanna í Dávastova, hevur verið við til at ment eina nýggja og øðrvísi loysn, sum hjálpir fyritøkum, sum lýsa eitt starv leyst, at finna tann persónin, ið egnar seg best til starvið. TheJobPost, sum Hjørdis er partur av, hevur av álvara fingið vind í seglini seinasta árið. Byrjanin var strævin við langum arbeiðsdøgum og vánaligari løn, men harða arbeiðið hevur nú lønað seg. Fyrsta dagin kemur ALS stýrið við einum tilmæli til Johan Dahl, landsstýrismann, um at uppsjóvarvirki, kryvjivirki, landingarmiðstøðir og Havsbrún ikki longur skulu kunna vera í skipanini. Fiskavirkisskipanin veitir stuðul til tey, sum ikki fáa fulla arbeiðsviku á fiskavirkjum. Tað vil siga, at hesi fólk fáa lutvíst løn og lutvíst studning frá fiskavirkisskipanini.Fyri at eitt virki skal koma undir fiskavirkisskipanina, skal tað støðugt fáast við tilvirking av fiski ella fiskaúrdrátttum. Tað gera kryvjivirki og Havsbrún. Men stendur tað til meirilutan í stýrinum, so verður kunngerðin broytt. Og tá verða arbeiðsfólk á hesum virkjum ikki longur tryggjað í fiskavirkisskipanini. Búskaparráðið hevur sagt, at fiskavirkisskipanin hjá ALS er ein av mongum forðingum, sum eiga at verða beindar burtur úr høvuðsvinnuni. Búskaparráðið sigur, at fiskavirkisskipanin er ikki rætta amboðið at forða fyri, at arbeiðsfólk rýma av flakavirkjunum, tá ov lítil fiskur er. Besta amboðið er at umskipa fiskivinnuna til eina burðardygga vinnu og lata hana virka eftir marknaðartreytum, so framleiðslan lagar seg eftir fiskinum, sum skip og bátar koma við, sigur Búskaparráðið, Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtaki, sum umboðar fimm stór fakfeløg, ávarar ímóti at skerja skipanina, tí einki kemur í staðin. Hon væntar, at nakrar hundrað familjur verða raktar, og tað verður ein fíggjarligur smeitur fyri hesar familjur. Tann 27. november atkvøddi fíggjarnevndin í Fuglafjarðar býráð, við borgarstjóranum á odda, ímóti fíggjarætlanini, sum var samtykt fyri 2015. Eitt broytingaruppskot um at byggja havnarlagið út í sambandi við økta virksemi hjá Pelagos og Bergfrost skilir anstøðuna og samgonguna. Kevin má fáa handskan, sum Petur hevur stolið frá honum, aftur. Men Petur noktar at geva honum hann, uttan serligar treytir. Men eitt óhapp hendir, og tá fær kevin eitt gott hugskot. Bæði skiparin og reiðarin játtaðu seg sekar í tí mesta, tá Linda Hesselberg, ákæri, las tær seks ákærurnar í Føroya rætti fyrrapartin. Skiparin, Heini P. Reinert, er ákærdur í øllum seks førum, reiðarin, Sørin Christiansen, og reiðaríið P f Seta eru við í fýra ákærum. Men í onkrum førum er talan um linnandi umstøður, halda teir ákærdu. Ákærurnar eru um skeivt førda dagbók, nógv fleiri gørn, enn Anita hevði loyvi til, gørn, sum stóðu ov leingi í sjónum, fisk, sum var blakaður út, og ov smáar meskar. Ákæruvaldið krevur eina millión og 640.000 krónur fyri reiðskapin og knappliga 280.000 krónur fyri havtaskuna, sum varð blakað fyri borð. Hesar upphæddir góðtekur reiðaríið og bankatrygd er fyri pengunum. Ákæruvaldið fer at krevja 750.000 krónur í bót. Ákæruvaldið fór í rættin við hesum málinum, tí sambært løgfrøðingunum hjá fútanum er hetta málið eindømi og kann tí ikki avgreiðast við sektaruppskoti. Reiðarin greiddi frá í rættinum, at Anita var umbygd, tí hon skuldi royna eftir hávi. Tann fiskiskapurin krevur nógv størri manning enn annar garnafiskiskapur. Eftir umbyggingina vóru 33 mans við Anitu. Fyrr vóru teir 18 20. Anita kom inn 23.februar, eftir at hava sett gørnini. Søkt varð ikki um undantaksloyvi at hava gørnini standandi longur enn 72 tímar. Ikki fyrr enn 5.apríl fór Anita út aftur. Tað var sera trupult at manna skipið, segði reiðarin. Roynt varð hjá ALS, har gjørdi ein vart við seg. Roynt varð eisini at fáa Thor og reiðaríið hjá got at hjálpa. Heldur ikki tað bar til. Tað endaði við, at 11 íslendingar fóru eftir gørnunum saman við báðum føroysku skiparunum. Anita var ikki útgjørd at taka fiskin. Hon hevði ongan ís, og frystaríið var sløkt. Harafturat vórðu gørnini drigin niður í frystilastina. Bæði skiparin og reiðarin søgdu, at teir væntaðu ikki at fáa brúkiligan fisk, tí gørnini høvdu staðið so leingi. Fólk var ikki til at arbeiða fiskin. Teir tordu ikki at fara inn eftir fleiri monnum, tí so stúrdu teir fyri, at teir, sum vóru umborð, fóru í land, og so var skipið aftur avmannað. Spenningsjólakalendari til størri børn NiviNaja er nýggjur jólakalendari í útvarpinum. Alt tilfarið er føroyskt heilt frá handriti til tónleik og ljóðmynd. Heili 23 leikarar eru við í spennandi søguni, sum vit fara at hoyra hvønn einasta gerandismorgun í desember Útvarpið bjóðar størri børnum ein spildurnýggjan og spennandi jólakalendara í desember, sum eitur NiviNaja. Høvuðspersónur er Naja. Ein genta, sum at síggja til hevur alt. Hon er góður svimjari, býr í flottum húsum og hon eigur labradorin, Baldur. Men Naja hevur tað kortini ikki so lætt. Leikurin er spennandi, kensluligur og viðkomandi. Søgan gongur fyri seg í dag í Havn og er spenningsdrama. Álvarsom evni verða tikin upp, og alt er ikki, sum tað sær út. Tað eru ikki øll, sum hava tað so gott, og kanska serliga á jólum merkjast trupulleikarnir enn størri. Og hetta er støðan hjá høvuðspersóninum, Naju. Í ársins hugnaligastu høgtíð verða vit í jólakalendaranum mint á, at vit mugu læra okkum at hyggja aftur um fasaduna, at hugsa um okkara medmenniskju og at hava umsorgan fyri hvørjum øðrum. Jólakalendarin 2014 er føroyskt framleiddur allur, sum hann er. Elin á Rógvi hevur skrivað leikin og sangtekstirnar. Greta Svabo Bech, Benjamin Petersen, Anna Katrin Egilstrøð og Niclas Johannesen hava gjørt løgini. Løgini hjá Niclasi syngja Malan Thomsen, Lena Andersen og Kim Hansen. Hvør tóni er føroyskt framleiddur júst til hendan jólakalendaran. Finnur Hansen hevur gjørt ljóðmyndina og lagt tónleikin tilrættis. Spenningsjólakalendari til størri børn NiviNaja er nýggjur jólakalendari í útvarpinum. Alt tilfarið er føroyskt heilt frá handriti til tónleik og ljóðmynd. Heili 23 leikarar eru við í spennandi søguni, sum vit fara at hoyra hvønn einasta gerandismorgun í desember Útvarpið bjóðar størri børnum ein spildurnýggjan og spennandi jólakalendara í desember, sum eitur NiviNaja. Høvuðspersónur er Naja. Ein genta, sum at síggja til hevur alt. Hon er góður svimjari, býr í flottum húsum og hon eigur labradorin, Baldur. Men Naja hevur tað kortini ikki so lætt. Leikurin er spennandi, kensluligur og viðkomandi. Søgan gongur fyri seg í dag í Havn og er spenningsdrama. Álvarsom evni verða tikin upp, og alt er ikki, sum tað sær út. Tað eru ikki øll, sum hava tað so gott, og kanska serliga á jólum merkjast trupulleikarnir enn størri. Og hetta er støðan hjá høvuðspersóninum, Naju. Í ársins hugnaligastu høgtíð verða vit í jólakalendaranum mint á, at vit mugu læra okkum at hyggja aftur um fasaduna, at hugsa um okkara medmenniskju og at hava umsorgan fyri hvørjum øðrum. Jólakalendarin 2014 er føroyskt framleiddur allur, sum hann er. Elin á Rógvi hevur skrivað leikin og sangtekstirnar. Greta Svabo Bech, Benjamin Petersen, Anna Katrin Egilstrøð og Niclas Johannesen hava gjørt løgini. Løgini hjá Niclasi syngja Malan Thomsen, Lena Andersen og Kim Hansen. Hvør tóni er føroyskt framleiddur júst til hendan jólakalendaran. Finnur Hansen hevur gjørt ljóðmyndina og lagt tónleikin tilrættis. Spenningsjólakalendari til størri børn NiviNaja er nýggjur jólakalendari í útvarpinum. Alt tilfarið er føroyskt heilt frá handriti til tónleik og ljóðmynd. Heili 23 leikarar eru við í spennandi søguni, sum vit fara at hoyra hvønn einasta gerandismorgun í desember Útvarpið bjóðar størri børnum ein spildurnýggjan og spennandi jólakalendara í desember, sum eitur NiviNaja. Høvuðspersónur er Naja. Ein genta, sum at síggja til hevur alt. Hon er góður svimjari, býr í flottum húsum og hon eigur labradorin, Baldur. Men Naja hevur tað kortini ikki so lætt. Leikurin er spennandi, kensluligur og viðkomandi. Søgan gongur fyri seg í dag í Havn og er spenningsdrama. Álvarsom evni verða tikin upp, og alt er ikki, sum tað sær út. Tað eru ikki øll, sum hava tað so gott, og kanska serliga á jólum merkjast trupulleikarnir enn størri. Og hetta er støðan hjá høvuðspersóninum, Naju. Í ársins hugnaligastu høgtíð verða vit í jólakalendaranum mint á, at vit mugu læra okkum at hyggja aftur um fasaduna, at hugsa um okkara medmenniskju og at hava umsorgan fyri hvørjum øðrum. Jólakalendarin 2014 er føroyskt framleiddur allur, sum hann er. Elin á Rógvi hevur skrivað leikin og sangtekstirnar. Greta Svabo Bech, Benjamin Petersen, Anna Katrin Egilstrøð og Niclas Johannesen hava gjørt løgini. Løgini hjá Niclasi syngja Malan Thomsen, Lena Andersen og Kim Hansen. Hvør tóni er føroyskt framleiddur júst til hendan jólakalendaran. Finnur Hansen hevur gjørt ljóðmyndina og lagt tónleikin tilrættis. Spenningsjólakalendari til størri børn NiviNaja er nýggjur jólakalendari í útvarpinum. Alt tilfarið er føroyskt heilt frá handriti til tónleik og ljóðmynd. Heili 23 leikarar eru við í spennandi søguni, sum vit fara at hoyra hvønn einasta gerandismorgun í desember Útvarpið bjóðar størri børnum ein spildurnýggjan og spennandi jólakalendara í desember, sum eitur NiviNaja. Høvuðspersónur er Naja. Ein genta, sum at síggja til hevur alt. Hon er góður svimjari, býr í flottum húsum og hon eigur labradorin, Baldur. Men Naja hevur tað kortini ikki so lætt. Leikurin er spennandi, kensluligur og viðkomandi. Søgan gongur fyri seg í dag í Havn og er spenningsdrama. Álvarsom evni verða tikin upp, og alt er ikki, sum tað sær út. Tað eru ikki øll, sum hava tað so gott, og kanska serliga á jólum merkjast trupulleikarnir enn størri. Og hetta er støðan hjá høvuðspersóninum, Naju. Í ársins hugnaligastu høgtíð verða vit í jólakalendaranum mint á, at vit mugu læra okkum at hyggja aftur um fasaduna, at hugsa um okkara medmenniskju og at hava umsorgan fyri hvørjum øðrum. Jólakalendarin 2014 er føroyskt framleiddur allur, sum hann er. Elin á Rógvi hevur skrivað leikin og sangtekstirnar. Greta Svabo Bech, Benjamin Petersen, Anna Katrin Egilstrøð og Niclas Johannesen hava gjørt løgini. Løgini hjá Niclasi syngja Malan Thomsen, Lena Andersen og Kim Hansen. Hvør tóni er føroyskt framleiddur júst til hendan jólakalendaran. Finnur Hansen hevur gjørt ljóðmyndina og lagt tónleikin tilrættis. Spenningsjólakalendari til størri børn NiviNaja er nýggjur jólakalendari í útvarpinum. Alt tilfarið er føroyskt heilt frá handriti til tónleik og ljóðmynd. Heili 23 leikarar eru við í spennandi søguni, sum vit fara at hoyra hvønn einasta gerandismorgun í desember Útvarpið bjóðar størri børnum ein spildurnýggjan og spennandi jólakalendara í desember, sum eitur NiviNaja. Høvuðspersónur er Naja. Ein genta, sum at síggja til hevur alt. Hon er góður svimjari, býr í flottum húsum og hon eigur labradorin, Baldur. Men Naja hevur tað kortini ikki so lætt. Leikurin er spennandi, kensluligur og viðkomandi. Søgan gongur fyri seg í dag í Havn og er spenningsdrama. Álvarsom evni verða tikin upp, og alt er ikki, sum tað sær út. Tað eru ikki øll, sum hava tað so gott, og kanska serliga á jólum merkjast trupulleikarnir enn størri. Og hetta er støðan hjá høvuðspersóninum, Naju. Í ársins hugnaligastu høgtíð verða vit í jólakalendaranum mint á, at vit mugu læra okkum at hyggja aftur um fasaduna, at hugsa um okkara medmenniskju og at hava umsorgan fyri hvørjum øðrum. Jólakalendarin 2014 er føroyskt framleiddur allur, sum hann er. Elin á Rógvi hevur skrivað leikin og sangtekstirnar. Greta Svabo Bech, Benjamin Petersen, Anna Katrin Egilstrøð og Niclas Johannesen hava gjørt løgini. Løgini hjá Niclasi syngja Malan Thomsen, Lena Andersen og Kim Hansen. Hvør tóni er føroyskt framleiddur júst til hendan jólakalendaran. Finnur Hansen hevur gjørt ljóðmyndina og lagt tónleikin tilrættis. Í øllum førum sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður, í svari til Rigmor Dam, løgtingskvinnu, at serlæknin í giktasjúkum, Pero Sore, sum hevur sagt seg úr starvinum 1.januar næsta ár, hevur játtað at halda fram við teirri treyt, at ávísar broytingar verða gjørdar í verandi karmum. Tí eru útlit fyri, at giktalæknin heldur fram í starvinum. Arbeitt verður eisini við møguleikanum at seta ein giktalækna afturat í 2015, sigur Karsten Hansen í svari sínum. Tað heldur Bjarni Djurholm, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, sum vil hava landsstýrismannin í fíggjarmálum at koma við útgreinandi tølum um støðuna hjá støkum uppihaldarum undir forsorg. Bjarni Djurholm heldur, at í almenna kjakinum verða tøl varpað út, sum tykjast vera tikin úr heildini, og hann vil tí hava Jørgen Niclasen at svara, hvussu umstøðurnar í veruleikanum eru. Bjarni Djurholm sigur, at hann setir hesar spurningar fyri at fáa faktuella vitan um kringumstøðurnar viðvíkjandi forsorgarupphædd, skattum, gjøldum og ískoytum. Hann sigur, at stundin er komin til at siga týðiligt og greitt, at Danmark uttan ríkisfelagsskapin ikki er nakað arktiskt stórveldi, men bara ein hugnalig smátjóð. Og at uttan ríkisfelagsskapin er Grønland bara ein finna í talvinum hjá risastórum altjóða fyritøkum. Tað var í 1984, at Tom Høyen var í Los Angeles, har hann skuldi gera avtalu við Atlantic Richfield Company um oljuleiting í Eysturgrønlandi. Stjórin í amerikanska felagnum segði tá við danska ráðharran, at fíggjarlógin í Danmark og fíggjarætlanin hjá síni privatu fyritøku høvdu somu stødd. Hetta dømi brúkar Tom Høyen sum dømi at lýsa, hvussu lítið Danmark er á altjóða pallinum. Tom Høyen skrivar, at ríkisfelagsskapurin má broytast frá at vera ein nostalgiskur hugnaklubbur, til at verða eitt praktiskur amboð. Tí, sum hann skrivar, Grønland og Danmark kunnu ikki liva av nostalgi og ferðafólki. Spenningsjólakalendari til størri børn NiviNaja er nýggjur jólakalendari í útvarpinum. Alt tilfarið er føroyskt heilt frá handriti til tónleik og ljóðmynd. Heili 23 leikarar eru við í spennandi søguni, sum vit fara at hoyra hvønn einasta gerandismorgun í desember Útvarpið bjóðar størri børnum ein spildurnýggjan og spennandi jólakalendara í desember, sum eitur NiviNaja. Høvuðspersónur er Naja. Ein genta, sum at síggja til hevur alt. Hon er góður svimjari, býr í flottum húsum og hon eigur labradorin, Baldur. Men Naja hevur tað kortini ikki so lætt. Leikurin er spennandi, kensluligur og viðkomandi. Søgan gongur fyri seg í dag í Havn og er spenningsdrama. Álvarsom evni verða tikin upp, og alt er ikki, sum tað sær út. Tað eru ikki øll, sum hava tað so gott, og kanska serliga á jólum merkjast trupulleikarnir enn størri. Og hetta er støðan hjá høvuðspersóninum, Naju. Í ársins hugnaligastu høgtíð verða vit í jólakalendaranum mint á, at vit mugu læra okkum at hyggja aftur um fasaduna, at hugsa um okkara medmenniskju og at hava umsorgan fyri hvørjum øðrum. Jólakalendarin 2014 er føroyskt framleiddur allur, sum hann er. Elin á Rógvi hevur skrivað leikin og sangtekstirnar. Greta Svabo Bech, Benjamin Petersen, Anna Katrin Egilstrøð og Niclas Johannesen hava gjørt løgini. Løgini hjá Niclasi syngja Malan Thomsen, Lena Andersen og Kim Hansen. Hvør tóni er føroyskt framleiddur júst til hendan jólakalendaran. Finnur Hansen hevur gjørt ljóðmyndina og lagt tónleikin tilrættis. Spenningsjólakalendari til størri børn NiviNaja er nýggjur jólakalendari í útvarpinum. Alt tilfarið er føroyskt heilt frá handriti til tónleik og ljóðmynd. Heili 23 leikarar eru við í spennandi søguni, sum vit fara at hoyra hvønn einasta gerandismorgun í desember Útvarpið bjóðar størri børnum ein spildurnýggjan og spennandi jólakalendara í desember, sum eitur NiviNaja. Høvuðspersónur er Naja. Ein genta, sum at síggja til hevur alt. Hon er góður svimjari, býr í flottum húsum og hon eigur labradorin, Baldur. Men Naja hevur tað kortini ikki so lætt. Leikurin er spennandi, kensluligur og viðkomandi. Søgan gongur fyri seg í dag í Havn og er spenningsdrama. Álvarsom evni verða tikin upp, og alt er ikki, sum tað sær út. Tað eru ikki øll, sum hava tað so gott, og kanska serliga á jólum merkjast trupulleikarnir enn størri. Og hetta er støðan hjá høvuðspersóninum, Naju. Í ársins hugnaligastu høgtíð verða vit í jólakalendaranum mint á, at vit mugu læra okkum at hyggja aftur um fasaduna, at hugsa um okkara medmenniskju og at hava umsorgan fyri hvørjum øðrum. Jólakalendarin 2014 er føroyskt framleiddur allur, sum hann er. Elin á Rógvi hevur skrivað leikin og sangtekstirnar. Greta Svabo Bech, Benjamin Petersen, Anna Katrin Egilstrøð og Niclas Johannesen hava gjørt løgini. Løgini hjá Niclasi syngja Malan Thomsen, Lena Andersen og Kim Hansen. Hvør tóni er føroyskt framleiddur júst til hendan jólakalendaran. Finnur Hansen hevur gjørt ljóðmyndina og lagt tónleikin tilrættis. Spenningsjólakalendari til størri børn NiviNaja er nýggjur jólakalendari í útvarpinum. Alt tilfarið er føroyskt heilt frá handriti til tónleik og ljóðmynd. Heili 23 leikarar eru við í spennandi søguni, sum vit fara at hoyra hvønn einasta gerandismorgun í desember Útvarpið bjóðar størri børnum ein spildurnýggjan og spennandi jólakalendara í desember, sum eitur NiviNaja. Høvuðspersónur er Naja. Ein genta, sum at síggja til hevur alt. Hon er góður svimjari, býr í flottum húsum og hon eigur labradorin, Baldur. Men Naja hevur tað kortini ikki so lætt. Leikurin er spennandi, kensluligur og viðkomandi. Søgan gongur fyri seg í dag í Havn og er spenningsdrama. Álvarsom evni verða tikin upp, og alt er ikki, sum tað sær út. Tað eru ikki øll, sum hava tað so gott, og kanska serliga á jólum merkjast trupulleikarnir enn størri. Og hetta er støðan hjá høvuðspersóninum, Naju. Í ársins hugnaligastu høgtíð verða vit í jólakalendaranum mint á, at vit mugu læra okkum at hyggja aftur um fasaduna, at hugsa um okkara medmenniskju og at hava umsorgan fyri hvørjum øðrum. Jólakalendarin 2014 er føroyskt framleiddur allur, sum hann er. Elin á Rógvi hevur skrivað leikin og sangtekstirnar. Greta Svabo Bech, Benjamin Petersen, Anna Katrin Egilstrøð og Niclas Johannesen hava gjørt løgini. Løgini hjá Niclasi syngja Malan Thomsen, Lena Andersen og Kim Hansen. Hvør tóni er føroyskt framleiddur júst til hendan jólakalendaran. Finnur Hansen hevur gjørt ljóðmyndina og lagt tónleikin tilrættis. Hallið í uppskotinum hjá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, er 140 milliónir krónur, men í 2016 væntar landsstýrið at hava 5,3 milliónir í avlopi. Og í 2017 verður avlopið 79 milliónir krónur, væntar landsstýrið. Nýggjastu inntøkumetingarnar, sum fíggjarnevndin hevur fingið frá Fíggjarmálaráðnum, vísa, at landsskatturin verður sjey milliónir størri enn mett í september. Partafelagsskatturin verður níggju milliónir størri, og kapitalvinningsskatturin verður mettur at geva 19 milliónir meiri. Fíggjarmálaráðið væntar at fáa átta milliónir meiri í meirvirðisgjaldi enn mett í september. Hinvegin verður avgjaldið á makreli og sild 11 milliónir minni enn mett, og nú fleiri oljufeløg hava latið síni loyvi innaftur, minkar inntøkan frá víddargjaldi 30 milliónir krónur Uppskotið um fíggjarlóg skal verða avgreitt fyri nýggjár. Vanliga plagar tingið at avgreiða fíggjarlógina, áðrenn farið verður í jólafrí. Pero Sore hevur boðað frá, at hann verður í starvi til 1. mars, og samstundis hevur Karsten Hansen, landsstýrismaður, boðað frá, at ætlanin er at seta eina giktalækna afturat á Landssjúkrahúsinum. HULDA er ein føroysk songkvinna, ið ger sangir innan elektropopp. Hon hevur júst givið sítt triðja staklag út, sum kallast S ail On. Tað er Kirstin Helgadóttir, sum hevur gjørt sjónbandið til. Hóast Havsbrún ikki hevur fingið endaligt byggiloyvi, er fyritøkan farin at grava út og gera klárt til at stoypa við havnarlagið í Fuglafirði. Sambært Magnusi Midjord hevur stjórin í Havsbrún, Odd Eliasen, hótt býráðslimir við millióna endurgjaldskravi, um Havsbrún ikki fær byggiloyvi, tá ið avtornar. Odd Eliasen vil ikki gera viðmerkingar til málið fyrr enn tað er avgreitt, men hann sigur, at hann í samsvari við løgfrøðilig tilmæli hevur kunnað býráðið um, at Havsbrún fer at missa pening, um teir ikki fáa byggiloyvið, og at tað kann elva til eitt endurgjaldskrav. Tað sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, sum hevur svarað spurningum frá Gunvør Balle, løgtingskvinnu, um Fólkaskúlaráðið. Tí svarar landsstýrismaðurin ikki beinleiðis. Hann svarar bara, at tað hevur tikið heldur longur tíð enn upprunaliga ætlað at seta Fólkaskúlaráðið. Fyrst í februar í ár hevði Kringvarpið tey tíðindi frá landsstýrismanninum, at nýtt Fólkaskúlaráð skuldi veljast í vár. Skeiðið hjá undanfarna ráði endaði 1.februar. Fólkaskúlaráðið skal ráðgeva landsstýrisfólkinum í øllum málum víðvíkjandi fólkaskúlanum og ummæla og eftirmeta og gera tilmæli um neyðugar broytingar í fólkaskúlanum. Hálvan september segði Bjørn Kalsø, at nýtt Dagstovnaráð skuldi setast nú í heyst. Bjørn Kalsø sigur, at ætlanin er eisini at seta nýtt dagstovnaráð í nýggja árinum. Tað ørkymlaði Vinnunevndina hjá løgtinginum, at nevndin fekk at vita frá Vinnumálaráðnum um farloyvisskipanina hjá ALS, at broytingin verður útreiðsluneutral. Vinnumálaráðið svarar, at tá tað gjørdi lógaruppskotið um broytingar í ALS, visti tað ikki betur, at broytingin var útreiðsluneutral. ALS metti eisini í fyrsta umfari, at broytingin fór hvørki at kosta meira ella spara ALS pengar. Men seinni komu tey í ALS eftir, at broytingin fer at geva tríggjar fýra milliónir krónur í sparing um árið. Í fjør brúktu 40 fólk farloyvisskipanina hjá ALS. Higartil í ár hava 36 fólk brúkt hana. Síðani aldaskiftið hava knappliga 300 fólk brúkt farloyvisskipanina, sum nú skal takast av. Skiparin á Anitu játtar seg sekan í ákæruni um at hava ført skeiva veiðidagbók. Men hann verjir seg við, at eftirlitsmyndugleikin kortini hevur góðkent dagbókina. Skiparin á Brimli, sum í rættinum greiddi frá málinum um gørnini hjá Anitu, segði í síni frágreiðing, at tað bar ikki til at síggja út frá dagbókini í juni, hvar gørnini hjá Anitu stóðu, og tí átti Tjaldrið heldur ikki at havt góðkent dagbókina tá. Ítøkiliga er skiparin á Anitu ákærdur fyri at hava brotið kunngerð nr 105 frá 5. august 2013 um skipan av fiskiskapinum eftir havtasku og svartkalva við gørnum á føroysku landleiðini. Tá fólk frá Brimli fóru út við Anitu eftir deyðsvanlukkuna í februar, komu tey eftir, at gørnini vóru ikki sett har, sum tey skuldu sambært veiðidagbókini. Skiparin á Anitu vardi seg í rættinum við, at hann hevði ført veiðidagbók, sum hann altíð hevði gjørt, og at Tjaldrið hevði gjørt eftirlit umborð 3. juni 2013 og góðkent veiðudagbókina. Vit standa tí í teirri støðu, at hóast skiparin játtar seg sekan, so er hansara verja, at myndugleikarnir, also Vørn, hava góðkent viðurskiftini, segði hann. Tað verður ein løta at bíða eftir dóminum í revsimálinum móti skiparanum og reiðaranum á garnaskipinum Anitu og partafelagnum Seta, sum eigur skipið. Ákæruvaldið krevur 750.000 krónur í bót. Harafturat eru partarnir samdir um, at reiðaríið skal gjalda góðar 1,6 milliónir krónur fyri at fáa reiðskapin aftur og slakar 280.000 krónur fyri 11,5 tons av havtasku, sum blivu blakað fyri borð. Reiðaríið hevur sett bankatrygd fyri øllum pengunum. Ákærurnar eru um skeivt førda dagbók, um nógv fleiri gørn enn Anita hevði loyvi til, gørn, sum stóðu alt ov leingi í sjónum, um fisk, sum var blakaður út, og um ov smáar meskar í garni, sum fiskaði havtasku. Ákæruvaldið krevur eina millión og 640.000 krónur fyri reiðskapin og knappliga 280.000 krónur fyri havtaskuna, sum varð blakað fyri borð. Hesar upphæddir góðtekur reiðaríið og bankatrygd er fyri pengunum. Ákæruvaldið fór í rættin við hesum málinum, tí sambært løgfrøðingunum hjá fútanum er hetta málið eindømi og kann tí ikki avgreiðast við sektaruppskoti. Heini varð útsendur til Afganistan í 2009, eftir hava verið í herðinum á Bornholm í trý ár. Hann koyrdi á minur, sá vinir og starvsfelagar doyggja og missa bein av minum. Tíðin í Afganistan hevur ávirkað Heina nógv og óhugnaligu minnini spøkja enn. Stutt eftir, at Heini var komin aftur úr Afganistan, hvarv pápi hansara. Hann var yvirstýrimaður á einum av Maersk skipunum. Heini fór at leita í heimskortum eftir oyggjum í økinum, men meira hann royndi, meira fekk hann staðfest, at pápin ikki kom aftur. Tað er enn ógreitt, hvat hendi og pápin er ongantíð funnin. Í hyggjuráðunum í dag, svaraði Borgný Mohr Nielsen, sosialráðgevi hjá Almannaverkinum, uppá spurningar, hvønn styrk lesandi, sum eru einligir forsyrgjarar, kunnu fáa Innleiðandi fundirnir hava verið og nógv av tí, sum síðsta ár, ikki var uppá pláss um hetta mundið, er langt síðan komin uppá pláss. Síðstu ferð fóru vit á flog, meðan vit bygdu flogfarið Hetta er bestemt ikki galdandi , heldur Rólant Waag Dam, samskipari av FMA. Hoyr alla samrøðuna omanfyri. Rættarfundurin, sum skuldi vera um nótaskipið Christian í Grótinum í Lerwick í Hetlandi í dag, er útsettur til eina ferð næsta ár, hevur reiðaríið í Klaksvík fingið at vita. Christian í Grótinum var á veg til Føroya eftir ein túr í ES sjógvi við Hetland, tá hann fekk boð frá skotska fiskiveiðieftirlitinum um at fara til Lerwick. Har lá skipið í tveir dagar, áðrenn tað slapp at halda leiðina fram til Føroya. Christian í Grótinum hevur verið ein túr við Hetland eftir makreli, síðani hann varð tikin. Men tá høvdu teir bara feskt, og tá vóru eingir trupulleikar av skotsku myndugleikunum. Í staðin fyri hevur nevndin broytt fíggjarnevndarskjalið, sum hon fekk fríggjadagin, til eitt lógaruppskot um eykajáttan, sum er lagt fyri tingið í dag. Fíggjarnevndin varð biðin um at hækka játtanina til Strandfaraskip landins í ár 950.000 krónur Tær skulu brúkast til óvæntaðar útreiðslur til Smyril. Neyðugt hevur verið at fáa eitt fólk frá motorverksmiðjuni MAN at koma til Føroya at kanna høvuðsmotor fýra á Smyrli, tí hann leingi hevur havt ymsar trupulleikar. Haraftrat er neyðugt at skifta turboløðararnar á tveimum hjálpimotorum. Hesir motorarnir verða jkki gjørdir longur, men tað er kortini eydnast Strandferðsluni at fáa fatur í tveimum nýggjum løðarum. Herfyri sóu vit í Degi og Viku, at seinastu mjólkineytini í Bø fóru av bygdini. Í sendingini hitta vit bóndan, Jón Joensen, sum enn hevur nøkur ungneyt eftir. Hjúnini Rannvá og Eystein í Løðu greiða frá, at samanhaldið millum fólkið í bygdini er framúr gott, og bygdarfólkið hevur sera lætt við at skipa fyri ymiskum tiltøkum. Hervør Guttesen, sum var forkvinna í felagskommununi í Vágum, sigur, at øll onnur enn vágafólk hildu í byrjanini lítið um ætlanina at gera Vagatunnilin, sum hon heldur hevur verið størsta frambrot fyri Føroyar. Hjúnini Thora og Búi Holm greiða frá hendingini, tá ein stórur steinur, sum reiv seg leysan úr fjallinum, rullaði oman og steðgaði stutt frá teirra heimi. Fýra harumenn, Tróndur Niclasen, Erik Heinesen, Jákup Heri Leonson og Tórbjørn Poulsen, hava verið og skotið harur og koma aftur við 20 harum. Bara tveir eru við í býtinum. Tað sigur borgarstjórin í Fuglafirði, eftir at formaðurin í vinnunevndini í býráðnum, Magnus Midjord, í gjár segði við Útvarpið, at Havsbrún hevur hótt seg og fleiri aðrar býráðslimir, um fyritøkan ikki fær endaligt byggiloyvi Sonni á Horni sigur, at talan var bara um eina kunning, tá Odd Eliasen, stjóri í Havsbrún, segði, at hann fer at krevja endurgjald, um Havsbrún ikki fær endaligt byggiloyvi á havnarlagnum í Fuglafirði. Tyrlupallurin við Landssjúkrahúsið kann ikki brúkast um náttina, tí hann ikki lýkur trygdarkrøvini hjá evropeiska loftferðslumyndugleikanum. Og flogið verður heldur ikki til Nólsoyar um náttina. Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, nú samgonguflokkarnir í rættarnevndini hava biðið løgmann um at endurskoða galdandi reglur, heldur enn at biðja løgtingið um at samtykkja lógaruppskot um privat sponsorat í føroyskum politikki. Tað er ikki fyrstu ferð, at Fuglafjarðar kommuna hevur trupulleikar av Havsbrún, nú býráðslimir kæra sína neyð, um at stóra fyritøkan ger, sum hon vil, og byggir uttan byggiloyvi. Í eini fundarfrágreiðing frá 24. juni í 2010 stendur, at Havsbrún er farin at byggja ein buffara til avsekking á Fóðurvirkinum, áðrenn nøkur umsókn yvirhøvur er send um byggiloyvi. Síðani í vár hevur Zytiga verið tikið fram um kemoviðgerð í Danmark , men soleiðis er støðan ikki í Føroyum. Her er Zytiga framvegis ikki fyrsta val, tí heilivágurin er dýrur, og játtanin á fíggjarlógini hevur ikki rokkið til at gera sum í Danmark . Avgerðin í Danmark at brúka Zytiga í staðin fyri kemoviðgerð er tikin, tí sjúklingarnir illa tola kemoviðgerðina. Dýri heilivágurin setir læknar og heilsuverk í eina ringa støðu, tá sjúklingarnir ikki kunnu fáa nýggjastu og bestu viðgerðirnar, tí tær eru ov dýrar. Og avbjóðingin hjá politikarum er ikki minni, tá tað í veruleikanum eru teir, sum í síðsta enda avgera, um nýggi heilivágurin kann takast í nýtslu. Jákup N. Olsen, formaður í Krabbameinsfelagnum, og Jenis av Rana, lækni og politikari, eru við kjakborðið saman við Boga Godtfred. Veiðigjaldið og avreiðingargjaldið er tað sama sum í ár, og Fíggjarmálaráðið hevur mett, at inntøkan frá avgjøldunum verður 137 milliónir krónur, men tað veldst um, hvussu stórar kvoturnar verða. Samgonguflokkarnir í fíggjarnevndini søgdu í álitinum til málið, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum eigur at koma í tingið við uppskoti um endaligu gjøldini í seinasta lagi 1. februar, tí tað er óheppið at leggja fram uppskot um avgjald, sum eftir ætlan bara skal galda fyribils. Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi mæltu tinginum frá at samtykkja uppskotið, tí talan er um tilvildarlig politiskt ásett gjøld á partar av vinnuni. Eitt nú segði minnilutin seg hava sæð dømi um, at skip hava goldið 1 krónur í avreiðingargjaldi á sild, meðan avreiðingarprísurin einans hevur verið 97 oyru. Tá liggur einki eftir til hvørki skip ella manning. Í meira enn hálvt triðja ár virkaði ein kommunulækni í sínum starvi, EFTIR at hann var meldaður til løgregluna fyri at hava gjørt seg inn á kvinnur, sum komu til undirlívskanningar. Kringvarpið hevur tosað við eina av kvinnunum, sum hevur meldað kommunulæknan. Kvinnan, sum vil vera dulnevnd, undrast á, hvussu málið er handfarið. Politikommisserurin vísir tó á, at tað eru serligar orsøkir til at kanningararbeiðið tekur tíð. Millum annað tí at fleiri kvinnur komu afturat, tí donsku heilsumyndugleikarnir skuldu gera sínar læknafakligu metingar. Kringvarpið hevur tosað við kommunulæknan, sum í løtuni er suspenderaður úr sínum starvi. Hann vísir skuldsetingunum um kynsligan ágang aftur. Í mínum arbeiði sum kommunulækni havi eg gjørt undirlívskanningar í nógv ár. Hesar kvinnurnar hava eina uppliving av støðuni, men sjálvur havi eg eina aðra uppliving, sigur kommunulæknin, sum vísir aftur, at nakað skeivt er farið fram. Burtursæð frá tí havi eg hoyrt lítið um málið. Av tí at eingin ákæra enn er reist móti mær, havi eg trupult við at fyrireika meg til eitt møguligt rættarmál. Eg harmist sjálvandi um at vera suspenderaður úr mínum starvi, og í løtuni veit eg einki um míni framtíðarútlit, sigur kommunulæknin. Jú, sæð í bakspeglinum var tað skeivt av mær at vera einsamallur við kvinnunum. Tað er tó ikki altíð eitt val hjá einum kommunulækna, og tí er einki óvanligt í at læknin er einsamallur við sjúklinginum til slíkar kanningar, sigur kommunulæknin. Kommunulæknin upplýsir fyri Kringvarpinum, at hann broytti mannagongdir, tá løgreglan á fyrsta sinni setti seg í samband við seg, soleiðis at annað heilsustarvsfólk eisini var til staðar til undirlívskanningarnar. Álitið hjá fíggjarnevndini til fíggjarlógaruppskotið fyri 2015, varð lagt fram í kvøld. Har sæst, at meirlutin í nevndini, tað eru umboðini hjá samgonguni, mæla til at seta tríggjar millliónir krónir av til eitt alment partafelag, ið skal eiga skipið. Bárður Nielsen, formaður í fíggjarnevndini, var gestur í Degi og Viku í kvøld. Angelika greiðir millum annað frá síni tónleikaligu bakgrund, og hví hon valdi at flyta heim aftur til Føroya í 2007 eftir at hava gingið á tónleikaskúlum í Íslandi, Svøríki og Danmark. Í álitinum hjá Fíggjarnevndini, sum kom í gjár, mælir meirilutin, samgongan, til at hækka viðbótina 350 krónur um mánaðin frá 1.juli. Hetta fer at kosta seks milliónir næsta ár. Minnilutin í Fíggjarnevndini, Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin, sum hava skrivað sínar viðmerkingar um fíggjarlógina saman við Framsókn, sum ikki er umboðað í Fíggjarnevndini, mælir til at játta 13 milliónir krónur afturat til viðbótina. Men bæði meirilutin og minnilutin hava lagt upp fyri, at ein nýggj meting sigur, at viðbótin fer at kosta fýra milliónir minni enn mett varð í september, tá fíggjarlógaruppskotið varð gjørt. Hóast skotar og hetlendingar royndu at leggja trýst á fiskivinnumyndugleikarnar í Brússel um at minka nøgdina av makreli, sum føroyingar kunnu fiska í ES sjógvi, so minkar nøgdin bert samsvarandi samlaðu nøgdini av makreli, sum semja er um at fiska. Sínámillum atgongdin at fiska makrel lækkar við umleið 15 prosentum samsvarandi lækkingini í heildarkvotuni, so Føroyar í 2015 hava møguleika at fiska sløk 40.000 tons av makreli í ES sjógvi. Skip frá ES kunnu fiska somu nøgd í føroyskum sjógvi. Sínámillum atgongdin at fiska svartkjaft í økinum hjá hvørjum øðrum er óbroytt, so at partarnir hava atgongd at fiska 25.000 tons av svartkjafti hjá hvørjum øðrum. Harumframt fáa føroysk skip eina kvotu í ES sjógvi, sum er 15.000 tons, og tí kunnu føroysk skip tilsamans fiska 40.000 tons av svartkjafti í ES sjógvi í 2015. Annars eru bert smærri broytingar í kvotabýtinum. Í avtaluna er sett eitt nýtt eftirlitspunkt, tá talan er um makrelfiskiskap, so at tað eftir ætlan gerst høgligari hjá føroyskum skipum at sigla heim til Føroya, og fiskiveiðieftirlitið skal umborð. Eisini varð avtalað, at fiskiveiðieftirlitini hjá báðum pørtum skulu samstarva um at menna skipanir í samband við fráboðanir um fiskiskap, upplýsir Fiskimálaráðið í tíðindaskrivi. Lági oljuprísurin júst nú fær meirilutan í Fíggjarnevndini at taka 5,4 milliónir krónur av játtanini til Strandafaraskip landsins. Meirilutin heldur, at nú oljuprísurin er lækkaður munandi, eigur ein partur av hesi sparing at verða nýttur til vantandi viðlíkahald. Tó er møguligt at lækka játtanina seks milliónir krónur. Samstundis heldur meirilutin í Fíggjarnevndini, at príslækkingin eigur at koma teimum til góðar, sum ferðast regluliga. Tey, sum ikki ferðast so ofta, eiga at gjalda meira fyri ferðaseðilin. Minnilutin væntar eisini, at til ber at spara nakrar milliónir á oljukontuni næsta ár. Men minnilutin heldur ikki, at Strandfaraskip Landsins eiga at missa spardu pengarnar, sum, sambært minnilutanum, vera átta til tíggju milliónir krónur. Pengarnir skulu brúkast til at leggja upp fyri møguligum príshækkingum á olju, Smyril skal hava eykamanning, viðlíkahaldið skal økjast, og tey, sum búgva og arbeiða í útjaðaranum, eiga at gjalda minni enn onnur fyri ferðaseðilin. Minnilutin í nevndini heldur, at skal Landssjúkrahúsið, eisini Psykiatriski depilin, kunna halda fram við verandi virksemi, er neyðugt at hækka játtanina níggju milliónir krónur. Semja fekst ikki millum samgongu og andstøðu í Fíggjarnevndini um felags tilmæli um broytingar í uppskotinum hjá landsstýrinum um fíggjarlóg fyri 2015, hóast semja er um onkrar broytingar. Saman við Framsókn hava teir báðir stóru andstøðuflokkarnir uppskot um broytingar, sum skulu gera, at hallið í 2015 verður 45,4 milliónir krónur minni enn landsstýrið skjýtur upp. Hallið verður sambært uppskotinum hjá minnilutanum 94,3 milliónir krónur. Grundin er, at Páll á Reynatúgvu undir orðaskiftinum í dag um fiskivinnuna segði, at munurin millum seg og Jákup Mikkelsen helst er, at Páll á Reynatúgvu ikki letur seg mutra. Í gjáramorgunin avgjørdi leiðarin á tyrludeildini hjá Atlantsflogi, at tyrlupallurin kann ikki nýtast, tí tað er ikki nóg trygt at seta seg i myrki. Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, sigur í stuttari viðmerking, at tað er púra nýtt fyri sær, at tyrlupallurin við Landssjúkrahúsið er í so ringum standi, at hann ikki kann brúkast. Hann fer nú at kanna málið nærri. Borgarstjórin í Fuglafirði sigur, at tað er púra vanligt, at fyritøkur fara at byggja, tá tær hava fingið eitt prinsippielt byggiloyvi . Hetta er ólógligt, sigur løgfrøðingur, sum umsitir byggilógina. Tvørturímóti hevur kommunan skyldu at steðga byggingini, sigur hann. Í Klaksvík kenna tey eisini til prinsipiell loyvi, men vanliga fær ein umsøkjari, sum hevur fingið eitt slíkt loyvi, endaligt byggiloyvi seinni. Spenningsjólakalendari til størri børn NiviNaja er nýggjur jólakalendari í útvarpinum. Alt tilfarið er føroyskt heilt frá handriti til tónleik og ljóðmynd. Heili 23 leikarar eru við í spennandi søguni, sum vit fara at hoyra hvønn einasta gerandismorgun í desember Útvarpið bjóðar størri børnum ein spildurnýggjan og spennandi jólakalendara í desember, sum eitur NiviNaja. Høvuðspersónur er Naja. Ein genta, sum at síggja til hevur alt. Hon er góður svimjari, býr í flottum húsum og hon eigur labradorin, Baldur. Men Naja hevur tað kortini ikki so lætt. Leikurin er spennandi, kensluligur og viðkomandi. Søgan gongur fyri seg í dag í Havn og er spenningsdrama. Álvarsom evni verða tikin upp, og alt er ikki, sum tað sær út. Tað eru ikki øll, sum hava tað so gott, og kanska serliga á jólum merkjast trupulleikarnir enn størri. Og hetta er støðan hjá høvuðspersóninum, Naju. Í ársins hugnaligastu høgtíð verða vit í jólakalendaranum mint á, at vit mugu læra okkum at hyggja aftur um fasaduna, at hugsa um okkara medmenniskju og at hava umsorgan fyri hvørjum øðrum. Jólakalendarin 2014 er føroyskt framleiddur allur, sum hann er. Elin á Rógvi hevur skrivað leikin og sangtekstirnar. Greta Svabo Bech, Benjamin Petersen, Anna Katrin Egilstrøð og Niclas Johannesen hava gjørt løgini. Løgini hjá Niclasi syngja Malan Thomsen, Lena Andersen og Kim Hansen. Hvør tóni er føroyskt framleiddur júst til hendan jólakalendaran. Finnur Hansen hevur gjørt ljóðmyndina og lagt tónleikin tilrættis. Spenningsjólakalendari til størri børn NiviNaja er nýggjur jólakalendari í útvarpinum. Alt tilfarið er føroyskt heilt frá handriti til tónleik og ljóðmynd. Heili 23 leikarar eru við í spennandi søguni, sum vit fara at hoyra hvønn einasta gerandismorgun í desember Útvarpið bjóðar størri børnum ein spildurnýggjan og spennandi jólakalendara í desember, sum eitur NiviNaja. Høvuðspersónur er Naja. Ein genta, sum at síggja til hevur alt. Hon er góður svimjari, býr í flottum húsum og hon eigur labradorin, Baldur. Men Naja hevur tað kortini ikki so lætt. Leikurin er spennandi, kensluligur og viðkomandi. Søgan gongur fyri seg í dag í Havn og er spenningsdrama. Álvarsom evni verða tikin upp, og alt er ikki, sum tað sær út. Tað eru ikki øll, sum hava tað so gott, og kanska serliga á jólum merkjast trupulleikarnir enn størri. Og hetta er støðan hjá høvuðspersóninum, Naju. Í ársins hugnaligastu høgtíð verða vit í jólakalendaranum mint á, at vit mugu læra okkum at hyggja aftur um fasaduna, at hugsa um okkara medmenniskju og at hava umsorgan fyri hvørjum øðrum. Jólakalendarin 2014 er føroyskt framleiddur allur, sum hann er. Elin á Rógvi hevur skrivað leikin og sangtekstirnar. Greta Svabo Bech, Benjamin Petersen, Anna Katrin Egilstrøð og Niclas Johannesen hava gjørt løgini. Løgini hjá Niclasi syngja Malan Thomsen, Lena Andersen og Kim Hansen. Hvør tóni er føroyskt framleiddur júst til hendan jólakalendaran. Finnur Hansen hevur gjørt ljóðmyndina og lagt tónleikin tilrættis. Spenningsjólakalendari til størri børn NiviNaja er nýggjur jólakalendari í útvarpinum. Alt tilfarið er føroyskt heilt frá handriti til tónleik og ljóðmynd. Heili 23 leikarar eru við í spennandi søguni, sum vit fara at hoyra hvønn einasta gerandismorgun í desember Útvarpið bjóðar størri børnum ein spildurnýggjan og spennandi jólakalendara í desember, sum eitur NiviNaja. Høvuðspersónur er Naja. Ein genta, sum at síggja til hevur alt. Hon er góður svimjari, býr í flottum húsum og hon eigur labradorin, Baldur. Men Naja hevur tað kortini ikki so lætt. Leikurin er spennandi, kensluligur og viðkomandi. Søgan gongur fyri seg í dag í Havn og er spenningsdrama. Álvarsom evni verða tikin upp, og alt er ikki, sum tað sær út. Tað eru ikki øll, sum hava tað so gott, og kanska serliga á jólum merkjast trupulleikarnir enn størri. Og hetta er støðan hjá høvuðspersóninum, Naju. Í ársins hugnaligastu høgtíð verða vit í jólakalendaranum mint á, at vit mugu læra okkum at hyggja aftur um fasaduna, at hugsa um okkara medmenniskju og at hava umsorgan fyri hvørjum øðrum. Jólakalendarin 2014 er føroyskt framleiddur allur, sum hann er. Elin á Rógvi hevur skrivað leikin og sangtekstirnar. Greta Svabo Bech, Benjamin Petersen, Anna Katrin Egilstrøð og Niclas Johannesen hava gjørt løgini. Løgini hjá Niclasi syngja Malan Thomsen, Lena Andersen og Kim Hansen. Hvør tóni er føroyskt framleiddur júst til hendan jólakalendaran. Finnur Hansen hevur gjørt ljóðmyndina og lagt tónleikin tilrættis. Spenningsjólakalendari til størri børn NiviNaja er nýggjur jólakalendari í útvarpinum. Alt tilfarið er føroyskt heilt frá handriti til tónleik og ljóðmynd. Heili 23 leikarar eru við í spennandi søguni, sum vit fara at hoyra hvønn einasta gerandismorgun í desember Útvarpið bjóðar størri børnum ein spildurnýggjan og spennandi jólakalendara í desember, sum eitur NiviNaja. Høvuðspersónur er Naja. Ein genta, sum at síggja til hevur alt. Hon er góður svimjari, býr í flottum húsum og hon eigur labradorin, Baldur. Men Naja hevur tað kortini ikki so lætt. Leikurin er spennandi, kensluligur og viðkomandi. Søgan gongur fyri seg í dag í Havn og er spenningsdrama. Álvarsom evni verða tikin upp, og alt er ikki, sum tað sær út. Tað eru ikki øll, sum hava tað so gott, og kanska serliga á jólum merkjast trupulleikarnir enn størri. Og hetta er støðan hjá høvuðspersóninum, Naju. Í ársins hugnaligastu høgtíð verða vit í jólakalendaranum mint á, at vit mugu læra okkum at hyggja aftur um fasaduna, at hugsa um okkara medmenniskju og at hava umsorgan fyri hvørjum øðrum. Jólakalendarin 2014 er føroyskt framleiddur allur, sum hann er. Elin á Rógvi hevur skrivað leikin og sangtekstirnar. Greta Svabo Bech, Benjamin Petersen, Anna Katrin Egilstrøð og Niclas Johannesen hava gjørt løgini. Løgini hjá Niclasi syngja Malan Thomsen, Lena Andersen og Kim Hansen. Hvør tóni er føroyskt framleiddur júst til hendan jólakalendaran. Finnur Hansen hevur gjørt ljóðmyndina og lagt tónleikin tilrættis. Halleluja Sofus hevur havt úr at gera við at syngja til tiltøk í ár. Hann hevur eisini givið út tvey stakløg, sum hava verið sera nógv spæld í útvarpinum. Nú ætlar hann at geva fløgu út, men enn er ógreitt, nær hon verður liðug. Tað er sera trupult hjá felagsskapum, sum virka í Føroyum, at søkja um pening, og mær er upplýst, at tað letur seg ikki gera at søkja, tá talan er um neyðhjálp humanitera hjálp. Tað sigur Edva Jacobsen, tingkvinna fyri Sambandsflokkinum. Hon vil hava at vita frá Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, hvussu stórur partur av peninginum, sum Føroyar lata í menningarhjálp, er latin hjálparfelagsskapum, sum virka í Føroyum, seinastu trý árini. Hon spyr eisini, hvussu nógvur peningur er latin útlendskum felagsskapum hesi árini. Edva Jacobsen vil somuleiðis hava at vita, hvussu nógvur peningur fer beinleiðis til hjálp uttanlands, og hvussu stórur partur fer til umsiting. Edva Jacobsen sigur, at tað er harmiligt, at lógarverkið er so stirvið, at tað avmarkar føroyskar hjálparfelagsskapir at søkja. Føroyingar hava altíð verið virknir í hjálpararbeiði, og tí er tað sera týdningarmikið at møta fíggjarliga vælvild í Føroyum, sigur hon. Fríggjadagin fara Arnold Ludvig og Anna Iachino til Manhattan, New York, at spæla tónleik og fáa iblástur til tónleik, serliga til teirra bólk MonkeRat. Tey eru limir í felagsskapinum DJBFA Dansk Jazz, Beat and Folkmusic Autorer , og tað er gjøgnum henda felagsskap tey hava fingið henda møguleika. Skiparar á fiskiskipum eiga at vita, hvussu teir skulu føra veiðudagbókina, sigur Elmar Højgaard, stjóri á Vørn. Hann heldur ikki, at skiparin á Anitu er ósekur í ákæruni um at føra dagbókina skeivt. Fyri 14 árum síðani fekk Jónvør Joensen úr Sørvági ein blóðtøpp, ið gjørdi, at hon í eitt tíðarskeið misti evnini at tosa. Áðrenn blóðtøppin hevði hon verið ógvuliga virkin í nógvum ymiskum frítíðarvirksemi í Vágum, men tá hon brádliga ikki fekk tosa, kollveltist lívið fullkomiliga. Eg kendi meg avskorna frá øllum tí sosiala, og tá mann er ein sosialur persónur sum eg, er tað ein ógvuliga ring støða, sigur Jónvør Joensen, sum í dag er 66 ára gomul. Við góðari hjálp frá talupedagogi, stuðli frá sínum nærmastu og ikki minst einum áhaldandi treiskni megnaði hon at læra seg aftur at tosa. Frá í dag, mannarættindadagin, og fram til umleið 18 desembur, skipar Amnesty International Føroya deild fyri skrivikaf . Deildirnar hjá Amnesty International hava í felag valt tólv mál út, har tey meta brot verður gjørt á mannarættindini hjá fólki. Føroyingar hava síðan møguleika at senda eitt bræv til persónarnar í hesum tólv málunum, hvørs rættindi verða brotin, ella til mynduleikarnar í landinum, persónarnir búgva í. Tað er sannlíkt, at fleiri kvinnur hava verið fyri kynsligum ágangi, meðan løgreglan í hálvt triðja ár hevur kannað kommunulæknan, sum nú er skuldsettur. Orsøkin til, at tað hevur tikið so langa tíð at viðgjørt málið, er, at løgreglan ikki ikki boða ríkisadvokatinum frá, fyrr enn læknin kann skuldsetast, og tað er ríkisadvokatinum, sum hevur Heilsumálaráðnum frá. Í gjár feldi meirlutin á løgtingi lógarkrav um, at privat sponsorat hjá politiskum flokkum og politikarum skulu almannakunngerast. Tí hevur útvarpið spurt nøkur landsstýris og tingfólk, um tey hava tikið ímóti pengum frá privatum fyritøkum til sítt politiska virksemi. Øll siga nei. Ein privat fyritøka hevði upp undir seinasta løgtingsval lýsingar í bløðunum til frama fyri Jacob Vestergaard og Johan Dalhl. Tað var reiðaríið Thor í Hósvík, sum átti lýsingarnar. Sendingin Radarin seinnapartin klokkan 17.05 fer millum annað at snúgva seg um privatar sponsorar í politikki, og hvørjar reglur eiga at vera um slík sponsorat. Fyritøkan, sum umvældi kirkjuna, fór á húsagang herfyri. Arbeiðið hevur ligið stilt í ein mánað, og nú er greitt, at kirkjan hevur fingið skaða. Mánadagin varð arbeiðið at inniloka kirkjuna tikið uppaftur, og tað er greitt, at umvælingin verður dýrari og fer at taka longur tíð enn mett, sigur Signheðin Davidsen, formaður í kirkjuráðnum. Meiri verður at hoyra í útvarpstíðindunum. Landskassin fær tó ein ikki so lítlan part aftur, og kommunurnar fáa eisini ein part, tí eftirlønin verður skattað sum vanlig inntøka. Løgtingsfólk og landsstýrisfólk eru ikki við í hesum talinum, 3,325 milliardir krónur Ein aktuarur, ein tryggingarfrøðingur, er í ferð við at rokna út, hvussu nógv landskassin skyldar løgtingsfólkum og landsstýrisfólkum í eftirløn. Tølini hjá Gjaldstovuni vísa, at eftirlønin kostar landskassanum nakrar milliónir meira fyri hvørt árið. Nýggjasta talið, sum er endaligt, er tað fyri 2014, til 1.desember. Ein framrokning sigur, at í ár fara eftirlønirnar hjá tænastufólkum, løgtingsfólkum og landsstýrisfólkum at kosta landskassanum 123 milliónir og 765.000 krónur Talið minkar so aftur, tí færri fólk eru sett í tænastumannastørv seinastu árini. Til dømis verða lærarar og pedagogar ikki settir í tænastumannastørv longur. Í 2010 vóru 485 tænastufólk í Føroyum. Í ár eru tey hundrað færri, 386. Verða ikki nýggj tænastumannastørv skipað, vera 167 tænastufólk eftir um 20 ár sambært tølunum. Og sambært landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgeni Niclasen, er hansara politikkur heilt at gevast við at seta fólk í tænastumannastørv. Tænastufólk fáa eftirløn hvønn mánað, so leingi tey liva, eftir at tey eru farin frá. Tá tey doyggja, fáa hjúnafelagi og børn eftirlønina, børnini til tey fylla 21 ár, eftir ymsum treytum. Landið hevur fýra sáttmálar við fakfeløg hjá tænastufólkum, tey eru Lærarafelagið, Pedagogfelagið, Tænastumannafelagið og Serlæknafelagið. Skúladepilin í Marknagili í Havn verður klárur at taka í nýtslu við skúlaársbyrjan í 2016, og kostnaðarmetingin, sum er 515 milliónir krónur, fer eisini at halda. Gunvør Balle úr Tjóðveldi spurdi um málið, og hon vildi eisini hava at vita, hvussu gongst at selja bygningarnar hjá Tekniska skúla í Smiðjugerði og Handilsskúlan. Skúladepilin í Marknagili í Havn verður klárur at taka í brúk við skúlaársbyrjan í 2016, og kostnaðarmetingin, sum er 515 milliónir krónur, fer eisini at halda. Tað upplýsti Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, fyri løgtinginum í dag Gunvør Balle úr Tjóðveldi spurdi um málið, og hon vildi eisini hava at vita, hvussu gongst at selja bygningarnar hjá Tekniska skúla í Smiðjugerði og Handilsskúlan. Bjørn Kalsø svaraði, at farið verður at selja bygningarnar, tá fíggjarlógin er samtykt fyri jól. Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur í dag gjørt avtalu við donsku stjórnina um stuðul til FarGen verkætlanina. Danska stjórnin játtar tilsamans 10 milliónir krónur til FarGaen. Átta milliónir krónur verða játtaðar í 2015 og tvær milliónir í 2016. Ætlanin at lesa og skráseta allar arvastreingir í Føroyum hevur leingi verið í andróðri, tí eingin kapitalur fekst til verkætlanina. Mønustingurin kom í januar, tá ein arbeiðsbólkur í Heilsumálaráðnum mælti Karsteni Hansen, landsstýrismanni, frá at fara víðari við ætlanini. Stongt varð fyri pengarenslinum úr Heilsumálaráðnum, og tær 12 milliónir krónurnar, sum FarGen hevði brúk fyri til tess at fara undir verkætlanina, vórðu ikki játtaðar á fíggjarlógini. Og ta støðuna hevur Sjúrður Skaale gjørt sær dælt av í samráðingunum við danska fíggjarmálaráðharran, Bjarne Corydon úr Javnaðarflokkinum. Petur hevur fingið handskan, men fyri at vita, hvussu hann skal brúkast, noyðist hann at lata Sølva hann. Men er Sølvi tann einasti, sum dugir at brúka handskan Hoyr samrøð við Sunnleiv, eftir at boð vórðu send eftir sløkkiliðnum, tí eldur var íkomin av toruni, sum hevði sligið niður millum annað í Saltangará fyrrapartin. Kevin heldur, at riddararnir, sum ikki eru av teimum kvikastu, royna at fáa fatur á handskanum og ætla at geva Snerti hann, tí torir hann ikki at taka hann við í dalin. Hann biður Eir ansa eftir honum. Tað er ikki nóg mikið at krevja at politikarar kunna alment um, hvussu nógvar pengar teir fáa í stuðuli frá privatum fyritøkum. Vit eiga at umhugsa at seta forboð fyri, at politikarar fáa slíkan stuðul, tí hetta hoyrir ikki heima í politikki, heldur Reimund Langgaard, tinglimur í Sambandsflokkinum. Eitt forboð er órealistiskt, og tí eiga vit heldur at krevja, at politikarar kunna um stuðulin, sigur Páll á Reynatúgvu, tinglimur í Tjóðveldi Fólkapensjónistar í Føroyum fáa væntandi nakrar hundrað krónuseðlar aftrat í pengapungin næsta ár. Breið semja er í fíggjarnevndini hjá løgtinginum um at økja pensjónina. Hinvegin er rúkandi ósemja um havrannsóknarskipið. Javnaðarflokkurin tekur ikki undir við at stovna alment partafelag at byggja og reka havrannsóknarskip, sigur Aksel V. Johannesen. Hetta er frægasta loysnin sum semja kundi fáast um, heldur Bárður á Steig Nielsen, formaður í fíggjarnevndini. Mira og Lamarr royna at villleiða riddararnar, so teir sjálvir kunnu taka sekkin við jólakúlum og vinning sum Randi Krohn hevur latið. Tá Eir roynir handskan hendir nakað løgið. Randi Krohn avdúkar, at Petur hevur funnið tær stolnu jólakúlurnar í skúrinum við skoytubreytina. Tá Sára gongur framvið at leita eftir sporum, finnur hon annan vøttin hjá Kevin. Kann Kevin hava tikið jólakúlurnar Kavadagur er, og fólk bíða spent, til Kevin kemur at gera kava Men Kevin er innilæstur í løgreglubilinum saman við mammu síni. Tíbetur kemur Mira út. Landsstýrismaðurin í heilsumálum, Karsten Hansen, legst ikki á knæ fyri leiðaranum á Psykiatriska deplinum fyri at fáa hann at halda fram í starvinum. Um Tórmóð Stórá sigur Karsten Hansen, at tað er sjálvboðið at taka við einum starvi. Í allar flestu førum skal tann, sum tekur við einum starvi, virka innan fyri givnar karmar. Men, leggur Karsten Hansen so afturat, tað er undir ongum umstøðum upp til tann starvsetta einsamallan og einvíst at áseta karmarnar. Kunnu tann starvsetti og leiðslan ikki koma ásamt um karmarnar, og vil tann starvsetti orsaka av hesum ikki vera verandi í starvinum, so er natúrliga fylgjan, at starvsetanin endar. Tórmóður Stórá hevur boðað frá, at hann hevur ikki hug at halda fram í starvi sínum soleiðis sum umstøðurnar, millum annað tær fíggjarligu, eru á Psykiatriska deplinum. Karsten Hansen sigur, at tað vil altíð vera so, at fólk koma og fara. Tí má ansast væl eftir at skipa heilsuverkið soleiðis, at veitingarstigið sum so ikki er tengt at einstøkum starvsfólkum. Eg dugi ikki at ímynda mær, at Psykiatriski depilin seinastu árini skal verða vorðin skipaður sum eitt persónstengt hierarki, har fakliga toymið heldur uppat við at virka, tá einum persóni berst frá, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður. Tá eftirlitsfólk av vaktarskipinum Nordkapp fóru umborð á Akraberg, varnaðust teir, at fiskur fór út í øðrum borðinum, og útblakingin helt fram, eftir at teir vóru komnir niður í verksmiðjuna. Akraberg royndi á Thor Iversen bankanum, okkurt um 160 fjórðingar norðan fyri Vardø, upplýsir H kon Engevik, skipari á Nordkapp, fyri Fiskaren. Sambært Fiskaren góðtók reiðaríið hjá Akrabergi konfiskasjón fyri 450.000 norskar krónur, slakar 380.000 danskar, og skiparin fekk 30.000 krónur í bót, 25.000 danskar. Tyrludeildin hjá Atlantsflogi hevur vrakað tyrlupallin á landssjúkrahúsinum til lending í myrkri, tí pallurin lýkur ikki krøvini til trygd, ið evropeisku loftferðslumyndugleikarnir seta. Og hann er so mikið vánaligur, at hann heldur ikki er egnaður til lending í dagsljósi, men her verður gjørt eitt undantak fyri fyrst. Í Nólsoy er avbjóðingin ein heilt onnur, tí har er eingin tyrlupallur yvirhøvur. Higartil hevur tyrlan sett seg í eitt nú skúlagarðinum. Suni Poulsen, verkfrøðingur hjá Landsverki, sum hevur eftirlit við tyrlupallum, sigur, at øki til tyrlupall skal vera slætt. Men tá talan er um útoyggj, so eru sjáldan nógv øki at velja ímillum. Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, eftir at tyrludeildin hjá Atlantsflogi hevur boðað frá, at tyrlan ikki longur fer at flúgva til Nólsoyar, tí har er ikki nóg trygt at lenda. Bjargingarbáturin Lív liggur í Vágsbotni í Havn, og hann er altíð tøkur at fara til Nólsoyar, um tørvur er á tí, sigur borgarstjórin. Dagbókin, sum garnaskipini brúka, er tann sama, sum línuskipini brúka, og hon er ikki egnað til garnaskip, sigur Elmar Højgaard, stjóri á Vørn, sum hevur eftirlitið við, at dagbøkurnar eru rætt førdar Fólkapensjón kemur í staðin fyri fyritíðarpensjón og avlamisveitingar, tá tann, sum fær pengarnar, gerst 67. Og tað hendir, hóast fólk ikki søkja um tað. Hann fekk 9.295 krónur um mánaðin í fyritíðarpensjón, men 5.844 krónur í fólkapensjón. Harafturat fær hann 2.930 krónur frá Samhaldsfasta, so inntøkan minkar 521 krónur um mánaðin. Men kærunevndin gevur Almannaverkinum rætt, tí Almannaverkið hevur gjørt eftir lógini, sum eisini sigur, at fólk, sum fylla 67, fáa fólkapensjón í staðin fyri fyritíðarpensjón uttan umsókn. Almannaverkið sigur, at kærarin kann søkja um persónliga viðbót afturat fólkapensjónini, um so er, at hann ikki kann klára seg við tí, hann fær. Landskassin rindar góðar 120 milliónir krónur í eftirløn til tænastufólk, løgtingsfólk og landsstýrisfólk í ár. Tað siga tøl hjá Gjaldstovuni. Helvtin er eftirløn hjá lærarum. Tænastufólk eiga sum er tríggjar milliardir og 325 milliónir krónur í eftirløn. Teir pengarnar eiga tey at fáa úr landskassanum. Landskassin fær tó ein ikki so lítlan part aftur, og kommunurnar fáa eisini ein part, tí eftirlønin verður skattað sum vanlig inntøka. Løgtingsfólk og landsstýrisfólk eru ikki við í hesum talinum, 3,325 milliardir krónur Ein aktuarur, ein tryggingarfrøðingur, er í ferð við at rokna út, hvussu nógv landskassin skyldar løgtingsfólkum og landsstýrisfólkum í eftirløn. Tølini hjá Gjaldstovuni vísa, at eftirlønin kostar landskassanum nakrar milliónir meira fyri hvørt árið. Nýggjasta talið, sum er endaligt, er tað fyri 2014, til 1.desember. Ein framrokning sigur, at í ár fara eftirlønirnar hjá tænastufólkum, løgtingsfólkum og landsstýrisfólkum at kosta landskassanum 123 milliónir og 765.000 krónur Kevin er spentur at vísa Eir Riddaradalin, men tá tey nærkast holuni, eru Anti og Ante har. Og Snertur er kongur. Man hann hava funnið handskan Kevin heldur, at mamma Eir er drotningin, sum hvarv. Uppi á loftinum hjá Eir og teimum finna tey bæði eitt loynirúm, sum váttar tað, sum Kevin hevði illgruna um. Kevin tekur Eir við í Riddaradalin at hitta Morild. Morild er ovfarin at fáa vitjan av teimum og er málleys, tá Eir fer úr húgvuni og avdúkar silvurlokkarnar. Eg eri ikki samd við tí, sum tú sigur, men eg fari at berjast til deyðan, fyri at tú skal hava rætt at bera tað fram. Jógvan D. Hansen, lærari í filosofi, sigur frá evninum tolsemi, tað at vera tolerantur. Hvat er at vera tolerantur og hvør og hvat ger av, hvat vit tolerera ella ikki. Vit vænta at hini í øllum førum skulu vera tolerant. Fyri at sleppa undan, at uppskotið fall, samdust formenninir í andstøðuflokkunum um at taka aftur uppskotið um at broyta tingskipanina, so tingfólk eru betur fyrireikað til orðaskiftini í tinginum. Meirilutin í Rættarnevndini tók ikki undir við uppskotinum og vísti til, at formansskapurin eigur at viðgera spurningin, um tingskipanin skal broytast. Formenninir í teimum fýra andstøðuflokkunum fara at heita á formansskapin. Teir vilja hava tingskipanina broytt, tí tingfólk eiga, so at siga, at vita, hvat tey tosa um. Tey, sum leggja fram uppskot í løgtinginum, eiga at fáa fimm minuttir til at greiða frá uppskotinum, áðrenn framsøgufólkini hjá flokkunum fáa orðið, tá mál hevur fyrstu viðgerð. Teksturin í uppskotum er minni enn so altíð so greiður, at hann einsamallur er nóg gott grundarlag undir sakligari viðgerð og støðutakan. Hetta kann elva til nógvar misskiljingar í viðgerðini, og viðgerðin fer tí av kósini. Og so leggja andstøðuflokkarnir afturat, at serliga er hetta galdandi, tá løgmaður ella landsstýrisfólk leggja uppskot fyri løgtingið, tí tey í landsstýrinum fáa ikki orðið fyrr enn eftir, at framsøgufólkini hjá øllum flokkum hava havt orðið. Í hesum sambandi verður eitt sølufólk sett í næstum til burturav at røkja útlendska marknaðin, ið Kemilux ætlar sær ein størri part av. Sum er fara 35 prosent av framleiðsluni hjá fyritøkuni til útflutnings, men málið er at økja henda partin til 50 prosent um fá ár, sigur stjórin, Debes Petersen, ið er gestur hjá Leivi Hansen. Endamálið við at loyva ungdómi framat býráðsarbeiði, er fyri at vita, hvat tað er sum rørist millum ungdómin her norðurin, sigur Jóhann L tzen, trivnaðarnevndarformaður í Klaksvíkar kommunu. Ungu fólkini vórðu býtt í nevndir, formenn vórðu valdir, og borgarstjórin, Jógvan Skorheim var til staðar, eins og tað vanligt er. Tað var sera týdningarmikið, at ungdómsbýráðið fekk kensluna av, hvussu býráðsarbeiðið veruliga fer fram og hvussu avgerðir verða tiknar. Ongar reglur eru fyri, at eitt hjálparfólk eisini skal vera í viðtaluhølinum, tá ein lækni ger undirlívskanningar. Men tað er best fyri allar partar, sama um læknin er maður ella kvinna Hon heldur, at tað er keðiligt fyri allar partar, at so long tíð gongur frá tí, at ein lækni verður meldaður, til hann verður suspenderaður. Tað eru broytingar í skúlasøguni í Tórshavnar kommunu. Á nýggjárinum verða Kommunuskúlin og Venjingarskúlin samanlagdir í eina eind, og um nøkur ár verður nýgjur skúli klárur at hýsa næmingunum frá hesum báðum skúlum. Í dag er hátíðarhald í Kommunuskúlanum í Havn. Kommunuskúlin varð vígdur í september 1956, og fer í søguna 31. desember 2014 Buldur og brak og blikandi ljós. Vit kenna øll toruna. Men toran teir seinastu dagarnir hevur verið meira enn tað. Hon var so ógvuslig gjáramorgunin, at hon setti eld á eini sethús á Saltangará, og tað er ikki vanligt á hesum leiðum. Tað sigur Hanus Kjølbro, sjómansskúlalærari við serligum áhuga fyri veðri. Meðan Anton og Mira eru í skóginum og fella eitt jólatræ, sigur Kevin Siri alt, sum hann veit um handskan og Riddaradalin. Tá Anton og Mira koma aftur, er onkur, sum bæði Kevin og Siri kenna, við, og sum Kevin als ikki hevur hug at hitta. Tað sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, eftir at hann ikki legði fingrarnar ímillum, tá hann svaraði einum fyrispurningi frá Rigmor Dam, løgtingskvinnu, um støðuna á Psykiatriska deplinum. Tað var støðið á fyrispurninginum, sum myndaði svarið, tí løgtingskvinnan sigur, at yvirlæknin gevur skarvin yvir av ótolandi arbeiðsumstøðum, og at alt, sum er ment seinastu árini, fer fyri bakka, sigur Karsten Hansen. Landsverk hevur góðkent tríggjar menn at skoða hús. Teir eru Christian Østergaard í Havn, Elias Hansen í Syðrugøtu og Valbjørn Dalsgarð á Argjum. Landsverk krevur, at fyri at kunna gerast húsaskoðari, skulu fólk hava skeið í húsaskoðan, sum til ber at taka í Danmark. Hetta skeiðið gevur góðkenning sum húsaskoðari. Húsaskoðan er eitt krav, um seljari vil tekna eina ognarskiftistrygging. Ætlanin við skipanini er, at seljarin ikki skal hefta fyri møgulig fjald brek, sum ein ognarskiftistrygging fevnir um. Húsaskoðanin virkar soleiðis, at áðrenn húsini verða seld, skal seljarin biðja húsaskoðara skoða húsini. Úrslitið av hesi húsaskoðanini verður skrivað í eina støðufrágreiðing. Níggju landsstýrisfólk fara at mynda nýggja landsstýrið í Grønlandi, sum Kim Kielsen úr Siumut flokkinum skal standa á odda fyri. Kim Kielsen verður landsstýrisformaður. Vittus Qujaukitsoq úr Siumut verður landsstýrismaður í uttanríkis , vinnu , arbeiðsmarknaðar og handilsmálum. Landsstýrismaður í fiskivinnu , veiðu og landbúnaðarmálum er Karl Kristian Kruse úr Siumut. Doris Jakobsen úr Siumut fær heilsumál og norðurlendskt samstarv, og Mala Høy Kuko úr Atassut verður landsstýrismaður í náttúru og umhvørvis og løgfrøðimálum. 146 søgur eru komnar til táttin 650 orð í sendingini Góðan Morgun Føroyar. 24 av søgunum eru lisnar upp, og her er tað tú, sum lurtari, kanst velja, hvørja søgu tær dámar best. Heitið á øllum 24 søgunum eru í listanum niðanfyri, men raðfylgjan er tilvildarlig. Seinasta freist at atkvøða er mikudagin 17. desember á middegi. Besta søgan verður kunngjørd hósdagin 18. desember. Nýggi depilin til børn og ung við fjølbreki í Eysturoy er nú liðugur og klárur at taka í nýtslu. Hann kemur í staðin fyri dagstovnin Reiðrið í Saltnesi. Á deplinum fáa 12 børn og ung við fjølbreki eitt dagtilboð, og harumframt eru átta umlættingarpláss til børn og ung úr øllum landinum. Nýggi depilin til børn og ung við fjølbreki heldur til á Gerðisvegi 5 í Runavík. Almenn móttøka verður á stovninum týsdagin 16. desember frá klokkan 15 til 17. Lurtari vil so fegin hjálpa eini vinkonu, sum hevur pínu, men vinkonan vil ikki til læknan. Panelið heldur, at lurtarin skal royna at tosa vinkonuna til sættis við smáum fetum. Ein annar lurtari sálast so nógv av einum starvsfelaga, at viðkomandi umhugsar at siga seg úr starvi, ein triði vil hava panelið at viðgera rúsdrekkaspurning í samband við miðnámsveitslu og so er ein spurningur frá kvinnu, sum er farin at ivast í sínum parlagi, tí hon og makin hava ikki sama átrúnað, og tað er ein avbjóðing, nú tey eru farin at tosa um at fáa sær børn. Í vetur verður Spískamarið aftur á skíggjanum hjá Kringvarpinum við 7 spildurnýggjum matsendingum. Vertur og kokkur, Gutti Winther hevur vitjað 7 nýggjar oyggjar og gleðir seg at vísa føroya fólki allar tær framúr góðu rávørurnar, ið okkara klettar hava at bjóða. Saman við Gutta uppliva vit umhvørvið og fólkini kring hesar ómetaliga góðu rávørur, samstundis sum Gutti gevur hyggjaranum nýggjan íblástur, hvussu man einfalt kann fáa nakað øðrvísi burtur úr føroysku rávørunum. Matur, fólk og náttura tað er sonn matgleði, tað er Spískamarið, vælkomin Vertur kokkur Gutti Winther. Lagt til rættis Pætur Marjunarson Dahl. Vit fara til framsýningina hjá Trødl, har hann greiður frá um Streetart og síni egnu verk. Ludvík á Brekku greiður frá tilgongdina til síni listaverk. At enda greiður Silja Eystberg frá, hvussu tað er at lesa list á Cambridge School of Art. Vørn upplýsir, at í ár hava føroysk skip fiskað 150.920 tons av makreli. Kvotan var 144.040 tons, og tí eru 6.888 tons av kvotuni fyri 2015 longu brúkt. Neyðugt var at fáa eitt fólk frá motorverksmiðjuni MAN at koma til Føroya at kanna høvuðsmotor fýra á Smyrli, tí hann leingi hevur havt ymsar trupulleikar. Haraftrat er neyðugt at skifta turboløðararnar á tveimum hjálpimotorum. Hesir motorarnir verða ikki gjørdir longur, men tað er kortini eydnast Strandferðsluni at fáa fatur í tveimum nýggjum løðarum. Alt hetta kostar 950.000 krónur, sum Strandferðslan ikki hevur. Tí varð eitt fíggjarnevndarskjal sent Fíggjarnevndini. Men Fíggjarnevndin vil ikki hava fíggjarnevndarskjøl, tá løgtingið er saman. Tað sigur Løgtingsins umboðsmaður í svarinum til feðgarnar Høgna Mohr og Trónd Høgnason, sum kærdu avgerðina hjá Fiskimálaráðnum um ikki at geva teimum loyvi at fiska 200 tons av makreli í 2012 í samstarvi við onnur. Løgtingsins umboðsmaður sigur, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevði ikki heimild til at flyta veiðiloyvini frá línuskipunum til ídnaðarskip, so ídnaðarskipini kundu fiska makrelin hjá línuskipunum. Landsstýrismaðurin steðgaði annars sjálvur ætlanini longu í januar, men hann er nú til reiðar at venda tummilin upp, nú tíggju milliónir krónur verða játtaðar FarGen á donsku fíggjarlógini. Landsstýrismaðurin varð kunnaður og visti um ætlanina hjá Sjúrði Skaale, fólkatingsmannni, áðrenn samráðingar vóru við donsku stjórnina. Tað gongur striltið hjá almennum stovnum at halda fokus á prísin, tá keypast skal inn. Herfyri valdi Taks at taka av dýrasta tilboðnum, tá tey skuldu keypa innbúgv til nýggju skrivstovuhølini á Skálatrøð. Taks flutti herfyri út úr sínum hølum á Smyrilsvegi 7 í Havn. Soppur varð staðfestur í bygninginum. Nú er bygningurin umvældur og ein nýggjur almennur stovnur flytur inn. Talan er um Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, sum flytr inn. Heilsufrøðiliga Starvsstovan skal eisini keypa innbúgv til síni nýggju skrivstovuhøli og um dagarnar vóru nakrar fyritøkur bidnar um at lata inn tilboð. Men hóast nógv fokus varð sett á prísin í kjalarvørrinum á søguni við innbúgvinum til Taks, so vigar prísurin framvegis ikki meira enn 40 prosent av samlaðu myndini, nú Heilsufrøðiliga Starvsstovan biður um tilboð. Í útbjóðingartilfarinum, sum útvarpið hevur fingið fatur á, verður víst á, at innkomnu tilboðini verða dømd eftir einum leisti, har prísur, snið og dygd hava týdning. Ítøkiliga verður prísurin vektaður við 40 prosentum. Sniðið verður vektað við 25 prosentum. Og góðskan verður vektað við 35. prosentum. Harumframt verður víst til ymsar frymlar, sum vektað verður eftir. Og útbjóðingartilfarið er kravfest, soleiðis at tað lýkur standard krøv. Fólk í vinnuni, sum útvarpið hevur tosað við, halda sum heild lítið um at PRÍSURIN verður vektaður somikið lágt. Tey vísa á, at tá prísurin ikki verður vektaður við meira enn 40 prosentum ja, so er tað í veruleikanum tað sama sum at siga, at útbjóðarin so at siga hevur hevur frítt at velja millum tilboðini. Hóast almenni keypsportalurin hevur verið virkin í meira enn eitt ár, so er innbúgvið til nýggju skrivstovuhølini hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni IKKI bjóðað út á keypsportalinum. Í staðin valdi stovnurin at biðja um tilboð frá fýra ymiskum fyritøkum. Stjórin á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni vísir aftur, at hansara stovnur ikki hugsar um pengarnar, nú skrivstovuinnbúgv skal keypast. Ráðgevi, bæði í málinum hjá Taks og aftur í málinum hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, Sverri Heinesen. Hann leggur tó sjógv millum seg og Heilsufrøðiligu Starvsstovuna. Ætlanin var, at eg skuldi standa fyri útbjóðingini. Men tá avtornaði vildi Heilsufrøðiliga Starvsstovan heldur sjálv standa fyri tí, sigur Sverri Heinesen. Hann váttar tó, at hansara tilmæli lá nokk so tætt at tí, sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan, tá avtornaði, valdi at bjóða út eftir. Anfinn Olsen, reiðari á Akrabergi, sigur, at norðmenn tosa um trý sløg av steinbíti, steinbit, sum er steinbítur, flekksteinbit, sum er liri á føroyskum, teir verða frystir á Akrabergi, og so er bl steinbit, sum er blágumma á føroyskum. Hana hava føroysk skip altíð tveitt fyri borð, tí hon kann ikki brúkast til nakað. Týsdagin meldaði norska fiskiveiðieftirlitið Akraberg til politiið fyri at blaka fisk fyri borð, skrivar Fiskaren. Reiðaríið hjá Akrabergi hevur veitt bankatrygd fyri konfiskasjón, 450.000 norskar krónur, slakar 380.000 danskar, og bótina hjá skiparanum, 30.000 krónur, 25.000 danskar. Eftir tað slapp Akraberg at halda fram við fiskiskapinum í norskum sjógvi. Og eftir nýggjár er ætlanin at fara í skúlarnar at kunna børnini um Barnanna umboðsmann, sigur Sólja í Ólavsstovu, Barnanna umboðsmaður. Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, vil fegin hjálpa teimum fátækastu í landinum. Men tað eru kommunurnar, sum skulu gjalda. Landsstýriskvinnan ætlar at hækka markið fyri, nær tú missir frípláss á dagstovni, men hetta er málsøki hjá kommununum. Eisini ber til at lækka skattin, men kommunurnar skulu gjalda fyri skattalættan. Annika Olsen sigur, at hon hevur ikki viljað strongt á kommunurnar í hesum málinum, tí tað hevði verið steinur oman á byrðu, nú kommunurnar skulu taka við eldraøkinum á nýggjárinum. Tórshavnar kommunuskúli og Venjingarskúlin verða lagdir saman í ein skúla Vesturskúlan og tí varð neyðugt at finna skúlastjóra til nýggja samanlagda skúlan í Havn. Og nú er avgjørt, at Hanus Joensen, sum hevur verið stjóri fyri Tórshavnar kommunuskúla, skal verða stjóri fyri nýggja Vesturskúlan. Mentamálaráðið er setanarmyndugleiki, men av tí at ráðið var ógegnigt, var málið flutt í Fíggjarmálaráðið, sum í gjár setti Hanus Joensen í starvið. Hanus Joensen sigur, at størsta avbjóðingin verður at samansjóða lærarar, næmingar og foreldur í nýggja skúlanum og at samstarva við myndugleikarnar. Bókhandlarafelagið skrivar nú út nýggja skaldsøgukapping í einari roynd at fáa fleiri føroyingar atskriva skaldsøgur. Vit hitta Kára Árting, stigtakara. Eiga vestanlond sín lut í spentu støðuni, sum nú valdar í Miðeystri Hanus Kamban hevur hugleiðandi ummæli at forvitnisligari bók, sum amerikanski rithøvundurin Scott Anderson hevur skrivað. Og so eru samrøðubrot við Birgir Kruse, Rógva Rasmussen og Dáva Djurhuus undan Geytakvøldinum í Norðurlandahúsinum. Í álitinum til fíggjarlóg siga Tjóðveldi og Framsókn, at flokkarnir hava sum mál at gera Føroyar til sjálvstøðugt land, og ein liður í hesum er at gera føroyska búskapin og samfelagið óheft av studningi úr útlondum. Síðani henda samgongan tók við, er heildarveitingin úr ríkiskassanum prístalsviðgjørd við tilsamans 26,3 milliónum, og næsta ár verður hon 642 milliónir kr Verður henda upphæddin strikað, verður hallið á fíggjarlógini á fíggjarlógini, sambært uppskotinum hjá Tjóðveldi og Framsókn, 120,7 milliónir krónur Sjálvur sat Heiðrikur á Heygum heima hjá sær sjálvum í Reykjavík, meðan virðislønirnar vórðu handaðar í gjár, tá føroyska filmskvøldið var. Brádliga byrjaðu fólk at ynskja honum til lukku á Facebook. Hann visti tá ikki, at stuttfilmurin hjá honum Skuld hevði vunnið bæði áskorðaravirðislønina og Geytan, og at hann altso varð vorðin 40.000 krónur ríkari hetta kvøldið. Hoyr hvørjar ætlanir Heiðrikur á Heygum hevur nú, og hvat rørdi formaðurin í dómaranevdnini sigur um filmin í samrøðuni omanfyri. Fýra spurningar, sum hava verið í fýra ymsum sendingum í heyst eru á skránni í Also hesaferð. Níggju ymsir gestir eru at hoyra, og ein av spurningunum er frá Also á ferð í Vestmanna. Umboðsmaðurin dugir ikki út frá skjølunum í málunum at síggja, hvørji atlit vóru tikin, tá býtið av makrelkvotuni í 2012 varð ásett. Ein kæra fekk Løgtingsins umboðsmann at kanna øll makrelloyvini í fyrraárið. Umboðsmaðurin heldur ikki nakað vera til hindurs fyri, at politikarar eru við í arbeiðinum at tilevna kunngerðir, men vísir á, at bæði politikarar og embætisfólk í hesum arbeiði eru bundin at fyrisitingarligum meginreglum um upplýsingarskyldu og sakliga fyrisiting. Umboðsmaðurin heldur nógv benda á, at viðgerðin av kvotabýtinum var bara politisk og ikki var eftir vanligum fyrisitingarrættarligum meginreglum. Einki notat varð skrivað frá fundunum hjá Makrelbólkinum. Umboðsmaðurin metti seg tí ikki hava møguleika fyri at siga, um býtið millum ymsu skipabólkarnar var grundað á saklig og viðkomandi atlit. Í politiska makrelbólkinum 2012 vóru Kaj Leo Holm Johannesen og Bárður Nielsen fyri Sambandsflokkin, Jacob Vestergaard og Jørgen Niclasen fyri Fólkaflokkin, Jenis av Rana fyri Miðflokkin og Kári P. Højgaard fyri Sjálvstýrisflokkin. Alex Bærentsen, sum býr í Danmark, hevur ikki fingist við tónleik í nógv ár, men sunnudagin er konsert við honum á Hotel Føroyum. Dótturin, Kristina Bærentsen verður eisini at hoyra. Babba hevur heimsins bestu rødd og tað havi eg altíð hildið. Tá eg var barn og vinkonurnar komu at spæla við meg, skuldi fløgan Alex Bærentsen altíð frá, sigur ein Kristina Bærentsen, flennandi. Tvey evni vóru umrødd, tey eru ætlaða samstarvið millum SEV og oljufelagið Magn, og um vindorkan yvirhøvur skal leggjast í eitt dótturfelag, ella um SEV eisini skal hava vindorkuna undir sínum veingjabreiði. Hákun Djurhuus, stjóri í SEV sigur, at eftir fundin í dag fer nevndin í felagnum at taka samanum tað, sum kom fram á fundinum fyrrapartin, og síðani at gera eina niðurstøðu. Væntandi fer SEV at taka endaliga støðu til málið á aðalfundinum, sum verður seinast í apríl, ella kanska fyrr enn tað, sigur stjórin. Avgerðin í býráðnum í Fuglafirði í gjár vísir, at Sonni á Horni, borgarstjóri, aftur hevur meiriluta, men borgarstjórin torir ikki at gita, um tað nú verður lættari at vera borgarstjóri í Fuglafirði. Men bæði atfinningar frá øðrum og egnar eftirmetingar í Fiskimálaráðnum gjørdu, at øðrvísi varð borið at í 2013, tá makrelurin skuldi býtast, sigur hann. Søgan um ein buldrutan flogtúr, har flogfarið varð rakt av snarljósi og føroyskir fótbóltsleikarar, ið fegnast í umklæðingarrúminum aftaná 1 0 sigurin á Grikkalandi. Tað eru tvær av teimum best umtóktu søgunum hjá Kringvarpinum á Facebook í 2013. Her er allur listin við fimm teimum best umtóktu á sosiala miðlinum í 2013. Klikk á søgurnar í yvirlitinum, vilt tú lesa tær umaftur. Nummar 1 Tí skalt tú ikki tveita battarí í ruskílatið. Nummar 2 Video Soleiðis hevur tú ikki sæð Tindhólm. Nummar 3 Eg helt okkara seinasta løta var komin. Nummar 4 Sí video So glaðir vóru føroysku leikararnir. Óluvá var studentur í 1960 og fór í 1961 á læraraskúla. Hálvt ár var hon vikarur í Vági og hálvt ár á skrivstovuni hjá L f Ognarfelagnum, sum stóð fyri at byggja nýggj fiskiskip. Í læraraskúlatíðini arbeiddi hon á skrivstovuni á Saltsøluni. Í sambandi við eina ársuppgávu fekk hon møguleika at fara ein túr undir Føroyar við Fiskanesi, og ein túr til Spania við fiski var hon fjarritari á trolaranum. Tá vóru tey eisini í Belfast og London. Skúlagongdin á læraraskúlanum vardi trý ár, men tær tríggjar vikurnar í starvspraktikk í Fugloy tvífaldaðust av illveðri. Læraraprógvið fekk Óluvá í 1964, og hetta heystið giftist hon inn á Háskúlan við Jóannesi Skaale. Starvið sum fíggjarleiðari á Strandfaraskipum landsins er lønt í 36 lønarflokki hjá Tænastumannafelagnum uttan tó at vera tænastumannastarv. Tað er umráðandi, at allar upplýsingar verða verandi á føroyskum hondum. Og eg dugi ikki at síggja annað enn, at føroyingar eiga rættin til allar upplýsingarnar. Tíggju milliónir krónur verða játtaðar á donsku fíggjarlógini til FarGen ætlanina, men tað ber ikki til hjá dønum ella øðrum at seta treytir við játtanini ella keypa sær rættindi til føroyskar upplýsingar heldur ikki upplýsingar um arvastreingin, sigur Jens Godik Højen. Tað er skjótt, at ein misskiljing kann vera millum lækna og sjúkling í sambandi við viðtalur av sera intimum slag, og læknar eiga at fáa at vita alt fyri eitt, um ein kæra ella eitt mál liggur um teir. Tað, sum hevur týdning fyri okkum er, at vit fáa eitt skip har vit stýra byggingini og at vit hava ræðisrættin á skipinum. Soleiðis sigur Eilif Gaard stjóri á Havstovuni, nú eitt alment partafelag skal reka og byggja eitt nýtt havrannsóknarskip. Í dag fara vit at hoyra vælkenda ævintýrið Eldførið eftir H.C. Andersen. Heri Jacobsen týddi. Herman Jacobsen leggur til rættis og sigur frá. Løgtingið samtykti fíggjarlógina við aðru viðgerð í gjárkvøldið. Tingfólk høvdu úr at gera við at atkvøða. Tey skuldu atkvøða um íalt 115 broytingaruppskot. Samgongan stóð saman um uppskotini hjá meirilutanum, meðan øll broytingaruppskotini, sum minnilutin einsamallur legði fram, fullu. Triðja viðgerð av fíggjarlógini verður í næstu viku. 200.000 krónur eru settar av til at løna sálarfrøðingi at hjálpa teimum, sum fremja harðskap. Kvinnuhúsið hevur fingið 360.000 krónur afturat harav 110.000 krónur koma frá heildarætlanini um harðskap í parløgum og nærsambondum Vit hoyra brot úr fleiri kvæðum og vísum. millum annað hoyra vit brot úr Fípuni Føgru, Hábarðsvísu, Ribolt er en grevesøn, Fuglakvæðnum og Brúnsveinsvísu Uppgávan verður at fremja antikvarisku ætlanina, sum Søvn Landsins hevur sett út í kortið tað er at hava umsjónum við ognum landsins og at miðla mentanar og nátturuarvin í Koltri. Higartil hava vestmenningar skotið 643 harur, og tað er næstan tvær ferðir so nógv sum næsta bygdin, vísir ein uppgerð hjá Eyðfinni Magnussen, lívfrøðingi. Fríggjadagin fingu níggju mans 64 harur í Eystara parti av Dalhaga í Vestmanna. Tað er eisini í tí hagapartinum, at flestu harurnar eru skotnar. Teir hava fingið 139 harur á trimum túrum. Í Dalhaga, Eystaraparti í Vestmanna, hava teir skotið 139 harur, Sjeyndir, Norðan Kamb í Tjørnuvík 119 og Úti í haga á Bjørgum í Vestmanna 107 harur. Eingin annar hagapartur er komin uppum 100 harur. Av bygdunum liggur Vestmanna fremst við 643 harum á 36 túrum, Sandavágur er næstfremst við 339 harum á 38 túrum og Sørvágur er triðfremst við 266 harum á 17 túrum. Tað eydnaðist í morgun ST limalondunum at semjast um eina felags yvirlýsing á veðurlagsráðstevnuni, COP 20, í Lima, høvuðstaðnum í Peru. Yvirlýsingin ásetir, hvussu londini kunnu koma fram til eina avtalu um at avmarka útlátið av evnum, sum ávirka veðurlagið, tá næsti verðurlagsfundur verður í Paris næsta ár. Samráðingarnar á fundinum í Lima hava verið truplar, tí ósemja var millum rík og fátøk lond um, hvussu nógv tey hvør sær skuldu taka á seg at minka um útlátið. Millum annað stuðlaði Kina afrikanskum londum, sum vildu tryggja sær, at tey fáa hjálp at gjalda rokningina fyri tiltøkini, ið skulu til fyri at steðga veðurlags broytingunum. Danski umhvørvismálaráðharrin Rasmus Helveg Petersen heldur, at avtalan í Lima er eitt gott grundarlag fyri at kunna gera eina bindandi avtalu á veðurlagsfundinum í Paris næsta ár Men hann vísir tó á, at avtalan ikki hevur svar upp á spurninginum, hvussu londini skulu minka um útlátið alt eftir hvørjum meningarstigi, tey eru á. Vit mugu seta okkum fyri at røkka stórum málum og semjast um at skerja útlátið munandi á veðurlagsfundinum í Paris næsta ár, sigur Rasmus Helveg Petersen, tí vit merkja øll veðurlagsbroytingarnar, sigur danski umhvørvismálaráðharrin. Í nøkrum stórbýum er trot á drekkivatni av turki, aðrastaðni flýggja fólk undan vatnflóð. Og tak støðuna í Danmark, har kjallararnir oftari og oftari standa undir í vatni, sigur danski umhvørvismálaráðharrin Rasmus Helveg Petersen. Seinastu tvær vikuanar eru 50 nýggj skrásett at hava sjúkuna í landspartinum Kono, men í øðrum landspørtum tykist tamarhald nú at vera á sjúkuni. Í Sierra Leone eru jóla og nýggjárshald avlýst fyri at avmarka smittuna. Seinastu tríggjar vikurnar eru 1300 nýggir tilburðir skrásettir í Sierra Leone, og landið er tískil farið fram um Liberia, sum higartil hevur verið harðast rakta landið í Vesturafrika. Heimsheilsustovnurin WHO kunngjørdi fríggjadagin, at 6.583 nú eru deyð av ebola í Sierra Leone, Liberia og Guinea. Talið av smittaðum er 18.188, men hildið verður, at tølini eru ikki nóg eftirfarandi. Prísurin á aldum laksi er lækkaður millum átta og níggju norskar krónur seinastu vikuna, og so nógv er prísurin ikki lækkaður í einum seinastu 10 árini. Stóra lækkingin var ikki væntað, men prísurin á aldum fiski fer framvegis at vera góður, sigur greinarin, Kolbjørn Giskeødeg rd við Norska kringvarpið. Kolbjørn Giskeødegaard sigur, at talan er um størstu lækkingina í prísinum í langa tíð, og ein lækking sum er 9 til 10 norskar krónur fyri kg, er nógv. Tað merkir, at alarar í Norðnoreg hava millum 10 og 15 krónur í vinngi av hvørjum kg og alarar í Suðurnoreg einar 10 krónur fyri kg, so talan er ikki um nakra kreppu, sigur Gidskeødegaard. Kolbjørn Giskeødegaard vísir á, at norsku alararnir ikki hava selt laks til Ruslands í eina tíð, og í fjør seldu norskir alarar 4.000 tons av laksi til Ruslands um vikuna, av samlaðu nøgdini sum var 25 30.000 tons um vikuna. Tey, sum tapa mest, nú prísurin lækkar, eru útflytarar, ið hava keypt laks uttan at hava gjørt avtalu um sølu uttanlands. Verður prísurin verandi 40 krónur fyri kg, mugu alararnir átaka sær ein part av tapinum, sigur greinarin. Han heldur kortini onga orsøk vera til at missa mótið, tí hann sigur seg vænta, at gongdin fer at broytast í januar. Tað, sum hevur týdning, er at laga seg til umstøðurnar. Hóast laksaprísurin er lækkaður nógv seinastu vikuna, so er eingin vandi á ferð, tí útboðið verður minni næsta ár, og tá fer prísurin upp aftur. Samráðast skal um nýtt býti og heildarkvotu fyri 2015. Føroyar hava formansskapin í samráðingunum, har ES, Norra, Ísland og Russland eisini luttaka. Russland hevur tó einans støðu sum strandaland, tá tað snýr seg um norðhavssildina, men luttekur eisini í samráðingunum um svartkjaftin. Og Svartkjafturin er á skránni í dag. Fyrst samráðast øll strandalondini í felag, og síðani samráðast londini tvey og tvey. Samráðingarnar um norðhavssild verða skipaðar á sama hátt, og tær byrja mikudagin. Í føroysku sendinevndini eru umframt samráðingartoymið, eisini sendistovan í London, Felagið Nótaskip og Føroya Reiðarafelag. Seinnapartin í morgin fara Kaj Leo Johannesen, løgmaður, og turkiski búskaparráðharrin, H.E. Nihat ZEYBEK , at skrivað undir fríhandilssáttmála í Ankara. Turkaland er stórur og vaksandi marknaður fyri bæði laks og uppsjóvarfisk. Tá EFTA hevur fríhandilssáttmála við Turkaland, hava íslendingar og norðmenn havt stóran fyrimun. Nú verður kappingin millum útflytararnar úr Føroyum, Noregi og Ílandi jøvn, sigur løgmansskrivstovan. Samráðingartilgongdin millum partarnar hevur tikið 15 ár. Hol kom á undir samráðingarumfari í Ankara í september mánað í ár, tá ið tað eydnaðist pørtunum at koma til semjuna, sum nú verður undirskrivað. Fríhandilssáttmálin við Turkaland er fyrsti nýggi fríhandilssáttmálin síðani seinast í nítiárunum, tá Estland og Pólland sáttmálarnir duttu burtur í 2004, eftir at londini fóru upp í ES, sigur løgmansskrivstovan. Hoyvíkssáttmálin frá 2005 bygdi á fríhandilssáttmálan við íslendingar frá 1992, so hann var ikki nýggjur. Kommunur kunnu nú aftur søkja pengar úr danska Lokale og Anlægs grunninum, vanliga nevndur LOA grunnurin, til bygging av ítróttarhallum. Grunnurin hevur júst sett 30 milliónir krónur av til at stuðla byggin av nýggjum ítróttarhallum, sum royna at nýhugsa arkitekturin og virkisføri tað er funktionalitetin. Átakið hevur fingið heitið nýggjar tíðir nýggjar hallir . Upphæddin verður býtt í trý, so tríggjar verkætlanir fáa 10 milliónir krónur hvør. Útvaldu verkætlanirnar verða partur av menningar tilgongd í 2015. Sambært tíðindaskrivi frá LOA grunninum, so er tað 10 ár síðan grunnurin var við í menningini av ítróttarhallum frá grundini. Føroyskar kommunur hava áður havt gagn av pengum úr LOA gruninum. Eitt nú fekk Runavíkar kommuna fýra milliónir krónur til nýggju ítróttarhøllina, Bylgjan, úr LOA grunninum, og nýggja skótahúsið í Runavík fekk tvær milliónir. 1. juli næsta ár hækkar ískoytið til pensjónistar við 350 krónur um mánaðin. Tí verða pensjónirnar ikki javnaðar frá 1. januar. Tað sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í svari uppá atfinningar frá Landsfelag Pensjónista, sum finst at, at pensjónirnar ikki hækka frá 1. januar, og at felagið heldur ikki fekk uppskotið til hoyringar um, at pensjónirnar ikki hækka. Umframt at senda mótmælisskriv til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, hevur Landsfelag Pensjónista eisini sent skrivið til allar tinglimir. Tað hevur sína orsøk, at uppskotið ikki varð sent til hoyringar, sigur Annika Olsen Árið hevur roynst línuflotanum hampiligt. Tað sigur Hálvdan Gudmundsen, formaður í felagnum Línuskip. Stóra avbjóðingin er at fáa fiskirættindi aðrastaðni enn á landleiðini, tí Føroya grunnurin klárar ikki at uppihalda føroyska fiskiflotanum. Í dag byrjar næsta samráðingar umfar um svartkjaft og norðhavssild millum strandalondini í London. Tríggir dagar eru settir av til samráðingarnar. Samráðast skal um nýtt býti og heildarkvotu fyri 2015. Tvær fráðgreiðingar um sild og svartkjaft eru gjørdar, og spurningurin er, um tær eru til fyrimunar fyri Føroyar Herluf Sigvaldsson er samráðingarleiðari Danmark handar í dag krav sítt til ST um at fáa ræði á 895 túsund ferkilometrum av havbotni í Arktis. Økið røkkur heilt upp til sjálvan Norðpólin. Russland, Kanada og USA krevja eisini at fáa part av sama øki, eins og Noreg eisini krevur at fáa ræði á stórum parti av Arktis. Tað er óvanligt at fáa høvi at broyta síni landammørk og gera okkara land og ríkisfelagsskap størri. Tess størri vit eru, tess størri eru møguleikarnir at gera okkara ávirkan galdandi í heiminum, sigur Martin Lidegaard, uttanríkisráðharri við NRK. Hann heldur, at grundin til, at so mong krevja at fáa júst Norðpólin er súmbolski týdningurin, sum hann hevur, og ikki tí har er serliga stórt náttúrutilfeingi. Kristian Søby Kristensen, serfrøðingur frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn, metir, at danska kravið hevur góðar møguleikar at koma ígjøgnum. Hópin av børnum, ungum og vaksnum stóðu klár at taka ímóti jólamonnunum leygardagin, tá jólaskipið legði at í Vágsbotnið. Hóast teir hava ferðast langa leið, so gleddi teir seg at sleppa at geva skikkuligu børnunum karamellur. Og so hildu teir faktiskt eisini, at tað var fínt, at sleðan hendan dagin var skift út við eitt jólaskip. Tilsamans hava 30 gestir luttikið, og evnini hava verið fjølbroytt. Lagnurnar í sjónvarpsstovuni hava millum annað tosað um alkoholismu, kynsligan ágang, rørslu ella menningartarn, sjúku, sorg, sakn og deyða. Í døgunum 20. til 24. juli komandi ár fara kvæði og dansur at seta enn størri dám á býarmyndina í Havn, enn tey plaga at gera hægst á summari. Hesar dagarnar verður stór kvæðaráðstevna í Norðurlandahúsinum. Á ráðstevnuni fara føroyskir og útlendskir granskarar at lýsa og viðgera kvæði úr øllum hugsandi sjónarhornum í fyrilestrum og verkstovum.Tað er H.N. Jacobsens bókahandil, sum hevur tikið stig til ráðstevnuna í sambandi við, at tað komandi ár eru 150 ár liðin, síðani handilin læt upp á fyrsta sinni. Ráðstevnan verður fyriskipað í samstarvi við Fróðskaparsetur Føroya, sum komandi ár eisini kann hátíðarhalda rundan føðingardag, tí tá verða 50 ár, síðani Fróðskaparsetrið varð sett á stovn, skrivar Fróðaskapasetrið á heimasíðu síni. Ein av teimum fáu, sum framvegis rógva út úr Hvannasundi, er Gundur Sørensen. Hann siglir yviri í Noregi og rør út, tá hann er heima. Hann og konan hava júst keypt hús í Hvannasundi. 88 ára gamla Ruth Sørensen hevur síðani fyrst í fimtiárunum givið æðunum hvønn tann einasta dag. Hon býr beint við sjógvin og æðurnar koma hvønn dag til húsini. Sonurin Marius , ið siglir við Sam, kemur dagliga norður við fóðuri at geva æðunum. Ungu hjúnini Signa og Alvin Andersen halda, at Hvannasund er eitt satt paradís. Tey harmast um, at bygdin kom í ringt orð, bara tí at foreldur bóðu um hjálp. Hvannasund er avgjørt ikki øðrvísi enn aðrar bygdir, siga tey bæði. Livar Nysted eigur fleiri heimsmet sum havrógvari. Hann er hvannasundsmaður um ein háls, og ein part av tíðini brúkar hann at røkja sessin í bygdaráðnum. Nú ber eisini til at søkja ferðastuðul frá TAKS gjøgnum Mína Boks, og samstundis er ikki longur neyðugt við arbeiðsgevarváttan á umsóknarblaðnum. Í januar kann aftur søkjast um ferðastuðul. Taks sigur, at verður søkt um ferðastuðil 12. januar, hevur tú peningin á kontu 17. februar, men verður søkt gjøgnum Mína Boks, hevur tú peningin longu 10. februar. Tað kann ljóða sum ein andsøgn, men tað er grundgevingin hjá Fíggjarmálaráðnum, sum bara vil lata avmarkað innlit í CIP sáttmálan. Fíggjarmálaráðið hevur bara tikið niðurstøðuna hjá Løgtingsins Umboðsmanni partvíst til eftirtektar. Kommunulæknin, sum nú er skuldsettur fyri at hava framt kynsligan ágang móti 12 kvinnum, var meldaður tríggjar ferðir, tá landsstýrismaðurin setti hann í starv sum serlækni í almennum medisini í Havn Pensjónirnar skulu javnast hvørt ár, og ikki eftir tí tørvi, sum politikararnir halda vera. Tað sigur Arne Thorsteinsson, formaður í Landsfelag Pensjónista. Pensjónirnar hækka ikki 1. januar, men í staðin hækkar pensjónsviðbótin 350 krónur um mánaðin frá 1. juli, upplýsti Annika Olsen, landsstýriskvinna á middegi. Tað er altíð gott, tá pensjónirnar hækka, sigur Arne Thorsteinsson Ov fáir sjómenn eru í landinum til at manna línuskipini, og tí er sera trupult at reka tey. Tað sigur Hálvdan Gudmundsen, reiðari og formaður í felagnum Línuskip. Ein smidligari útlendingalóggáva hevði bøtt mundandi um støðuna, heldur hann. Grein um screening fyri lívmóðurhálskrabba í Føroyum Turið Hammer hevur saman við øðrum skrivað grein um lívmóðurhálskrabba í Føroym. Greinin er júst útgivin í tíðarritinum Acta Oncologica og kallast Cervical cancer screening in the Faroe Islands. Í Føroyum hevur ein skipað screening fyri lívmóðurhálskrabba verið síðani 1995. Kvinnur millum 25 og 60 ár verða bodnar til ókeypis kanningar triðjahvørt ár. Tað finnast fleiri yvirlit yvir lívmóðurhálskrabba screeningar í Europa, men higartil hava hesi ikki fevnt um Føroyar. Hetta er fyrstu ferð, at screening fyri límóðurhálskrabba í Føroyum verður lýst vísindaliga. Í greinini verður millum annað lýst, at millum 67 og 81 av kvinnum í Føroyum hava latið seg kannað í hesum tíðarskeiðnum. Nakrir krabbatilburðir eru funnir, men fleiri av teimum, sum hava fingið staðfest lívmóðurhalskrabba hava ikki luttikið í screeningini Føroyar eru annað av staðið í øllum heiminum, har full sólarmyrking verður næsta ár, tá mánin fer at skugga fyri sólini í tveir minuttir og 47 sekund. Nýggi depilin til børn og ung við fjølbreki í Eysturoy er nú liðugt bygdur og klárur at taka í nýtslu. Depilin til børn og ung við fjølbreki kemur í staðin fyri dagstovnin Reiðrið á Saltnesi. Á deplinum fáa 12 børn og ung við fjølbreki eitt dagtilboð, umframt at átta umlættingarpláss eru til børn og ung úr øllum landinum. Almannamálaráðið hevur latið depilin byggja, og Landsverk hevur verið byggiharri. ARKITEKTAR99 hava teknað depilin, og KBH hava staðið fyri arbeiðnum. Depilin varð upprunaliga mettur at kosta góðar 24 milliónir krónur, men fíggjarkarmurin varð hækkaður til 26,5 milliónir krónur Reiðrið á Saltnesi letur nú aftur, og alt virksemið verður flutt yvir í Depilin, sum er á Gerðisvegi 5 í Runavík. Nú Depilin til børn og ung við fjølbreki er klárur at taka í nýtslu, verður almenn móttøka í ídag Men lítla barnið varð ikki verandi í krubbuni, men kom á føtur og gjødist maður. Okkara tíðarrokning byrjar við Jesu føðingog enn í dag føðist jólagleðin. Heimild var ikki at flyta veiðuloyvini frá línuskipum til íðnaðarskip, tá roynt var eftir makreli í 2012, tað staðfestir Løgtingsins Umboðsmaður í niðustøðu sínari. Tað spyrja vit millum annað í kjakinum í kvøld, tá Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í Fiskivinnumálum, og Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, fara at kjakast í sjónvarpinum. Skjøl vísa, at Fiskimálaráðið gjørdi sær sera stóran ómak at vegleiða reiðarí um, hvussu veiðiloyvi kundu flytast frá línuskipum til teirra, hóast tað sambært Løgtingsins Umboðsmanni ikki er loyvt. Landskassin misti eitt mett virði fyri góðar 18 milliónir krónur, tá 5.000 tons av makreli vórðu latin línuskipum at selja víðari í 2012. Eitt býti av fiskirættindum, sum sambært Løgtingsins umboðsmanni var politiskt. Hugtakið at Sprota tað millum børn og ung í fólkaskúlanum, sum vísir til at leita í orðabókunum hjá Sprotanum, kann verða ein farin tíð. Á nýggjárinum missa allir næmingar í fólkaskúlanum ókeypis atgongdina til orðabøkurnar hjá Sprotanum á Internetinum. Eitt stórt afturstig, halda bæði næmingar og lærarar. Fútin hevur boðað Tvøroyrar kommunu frá, at tað ikki ber til at staðfesta, hvat skip tað var, sum dálkaði økið framvið bryggjuni á Krambatanga í september í fjør. Kommunan nýtti umleið 500.000 krónur til at reinsa økið, og teir pengarnar vil kommunan nú hava aftur, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri Mannagongdirnar mugu broytast, sigur Jan Danielsen, stjóri í Heilsutrygd, sum var í setanarbólkinum, sum mælti til at seta kommunulæknan, sum nú er skuldsettur fyri tólv mál um kynsligan ágang ímóti kvinnum, sum hann kannaði í undirlívinum. Føroyar og Turkaland hava í dag undirskrivað ein fríhandilssáttmála. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður og búskaparráðharrin í Turkalandi, Nihat Zeybekci, skrivaðu undir avtaluna í turkiski høvuðsstaðnum Ankara. Í tíðindaskrivi sent miðlunum sigur løgmaður, at hetta er eitt frambrot fyri føroyskan uttanríkispolitikk, tí fríhandilssáttmálin við Turkaland er tann fyrsti nýggi fríhandilssáttmálin, ið Føroyar gera síðani seinast í nítiárunum. Fríhandilssáttmálin hevur við sær, at tollurin á okkara mest vanligu útflutningsvørur er burtur. Sambært løgmansskrivstovuni er Turkaland ein stórur og vaksandi marknaður fyri eitt nú laks og uppsjóvarfisk. Leingi er tað, ið væl skal vera, sigst. Í øllum førum hevur samráðingartilgongdin millum partarnar tikið 15 ár. Hol kom á undir samráðingarumfari í Ankara í september í ár, tá ið tað eydnaðist pørtunum at koma til semjuna, sum í dag er undirskrivað. Mentamálaráðið sigur, at kommunurnar skulu fíggja undirvísingarumboð til fólkaskúlan, eisini orðabøkur, og í øðrum lagi sigur Mentamálaráðið seg ikki hava ráð at gjalda tað, sum atgongdin kostar. Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, sigur, at Mentamálaráðið hevur leingi samskift við kommunurnar um málið, men einki er komið burturúr, og tað harmast um. Úrslitið hjá SEV í ár og næsta ár er nógv betur enn væntað í fíggjarætlanini. Men brúkarin skal ikki vænta, at SEV fer at lækka prísin á streymi, hóast góðu gongdina. Tað ræður um at fáa goldið so nógv niður skjótast tilber, sigur Jákup Suni Lauritsen, nevndarformaður í SEV. SEV fer at brúka yvirskotið at rinda skuld niður við, heldur enn at lækka streymprísin. Í bankaboksini er kanningin, sum staðfestir, um fyrrverandi limir í grønlendska landsstýrinum av órøttum hava brúkt pengar hjá grønlendska landskassanum. Tað fer Randi Evaldson Vestergaard, forkvinna í Grannskoðaranevndini, at gera sum skjótast. Høvuðsorsøkin er, at Føroyar eru annað av teimum støðum í heiminum, har full sólarmyrking verður komandi ár. Ferðaráðið fegnast um tað. Næmingar haðan vóru á konsertferð í Kaldbak í dag. Í skúlanum í bygdini spældu tey fyri einum øðrum Rudolfi enn tí, sum hevur reyða nøs Kommunufelagið fer at gera eina avtalu við Sprotan, so eisini næmingar í fólkaskúlanum fáa atgongd til orðabøkurnar, eftir 1. januar. Kommunurnar sakna vilja frá Mentamálaráðnum, tí fyri hálvaaðru milliónir krónur, kundu allir føroyingar fingið gagn av orðabókunum, sigur Heðin Mortensen, formaður í Kommunufelagnum. Bólturin liggur bæði hjá løgmanni og hjá løgtinginum, nú Umboðsmaðurin hevur givið Fiskimálaráðnum og landsstýrismanninum hvassa átalu fyri handfaringina av makrelkvotum í 2012. Hetta sigur Jógvan á Lakjuni, tingformaður, sum setti hetta evnið á skrá fyri fund, sum formansskapurin í løgtinginum hevði í gjár. Virðið er kortini nakað tað sama. Føroyar útfluttu fyri 4.910 milliónir krónur í fiskavørum fyrstu 10 mánaðirnar í ár, tað eru 12 milliónir krónur meira enn í fjør. Føroysk skúlabørn duga ov illa at svimja. Tað er niðurstøðan í kanning, sum Svimjisamband Føroya hevur gjørt, og sum stendur at lesa í Sosialinum í dag. Einans 49 prosent av føroyskum 5. floksnæmingum hava grundleggjandi svimjiførleika, sum í norðurlendskum høpi merkir at megna at svimja 200 metrar uttan flótihjálp. Men námsætlanin sigur einki um, hvussu mett verður um, nær næmingurin dugir ymsu svimjihættirnar. Ei heldur verður sagt nakað um, hvussu langt ein næmingur skal megna at svimja. Tað eru løtur, har eg eri illur og beiskur um mína støðu, men hinvegin, so tími eg ikki at brúka alla mína tíð upp á at hugsa negativt. Hetta bleiv mín lagna, og so er at fáa sum mest burturúr. Soleiðis sigur 45 ára gamli Brestir Patursson, sum býr í Kirkjubø. Fyri eini átta árum síðani fekk hann staðfest eygnasjúkuna renititis pigmentosa, sum vanliga førir við sær, at sjúklingurin missir sjónina. Í summum førum ávirkan sjúkan eisini hoyrnina, og soleiðis er tað hjá Bresti Patursson. Hann hevur mist ein stóran part av sjónini og er nú av álvara farin at merkja, at hoyrnin eisini viknar so líðandi. Í Vegamótinum fortelur Brestir Patursson millum annað, hvussu hann fyrireikar seg til eitt lív uttan at síggja og ei heldur hoyra. Fíggjarnevndin hevði nógv broytingaruppskot til uppskotið hjá landsstýrinum. Undir aðru viðgerð, sum var fríggjadagin, atkvøddu tingfólk um íalt 116 broytingaruppskot. Meirilutin í nevndini mælti millum annað til at stovna alment partafelag, sum skal byggja og reka havrannsóknarskip. Tað skal fíggjast við gjøldum úr tilfeingisvinnuni, royndarkvotum sum Havstovan fær, og altjóða og privatar granskingarætlarnir skulu ætlandi eisini fíggja havrannsóknarskipið. Fólkapensjónistarnir fáa meira pengar. Viðbótin hjá pensjónistunum skal hækka 350 krónur um mánaðin frá 1. juli 2015. Tað kostar 10 milliónir krónur. Játtanin til Stransferðsluna minkar nakrar milliónir, tí oljuprísurin fer at lækka, segði meirilutin í fíggjarnevndini. Kvinna skrivar, at hon hevur eitt vaskiarbeiði við síðuna av einum øðrum starvi. Men tá tað verður jól, so fær hon onga jólagávu og verður ikki boðin við til jólaborðhaldið. Skal hon gera vart við tað Maður skrivar, at tá hann og konan hittust, so kendi hann seg sum ein leyva ella schefari. Men í dag hevur konan dresserað hann til ein golden retrievara, sum liggur undir borðinum. Hann er nøgdur, men konan er ikki nøgd og maðurin skilur púrt onki. Kvinna skrivar, at tey eiga eitt barn og búgva í húsum. Eitt kamar er til yvurs, men har hevur maðurin sínar hátalarar og forsterkarar. Hon vil fegin koyra hátalarnar hjá manninum úr tí eina kamarinum, so lítla barnið kann flyta inn har. Tilkomin maður skrivar, at hann onga tíð fær fult uppmerksemi frá foreldrum ella sínum systkjum. Hann sleppur ikki til orðanna og ongin lurtar eftir honum. Børnini geva tí eisini gætur, at pápin er fyri vanbýti. Hann vil ikki órógva síni foreldur og siga, hvussu keddur hann er av hesum, men hvussu skal hann siga tað við systkini ella skal ha nn bert tiga Gíslatøkan, sum fór fram í Sydney mánamorgunin, hevur borið við sær stóra sorg í býnum. Trý fólk lótu lív tveir gíslar og gíslatakarin. Hendingin hevur sett stóran dám á stemningin í býnum. Tað sigur Maria Syderbø Mikkelsen, sum í løtuni fjakkar í Avstralia. Sjálv fekk hon boðini, meðan hon var í einum bussi. Svenski tungmálmsbólkurin At the Gates fer at runga á Gøtu sandi næsta summar. Tað kunngjørdi Teodor Kampnas, nevnarlimur í G , í Góðan morgun Føroyum í morgun. At the Gates var nógv frammi fyrst í 90 unum, men eftir ein langan steðg ger bólkurin nú aftur um seg. Teirra nýggja fløga er í uppskoti til ársins útgávu innan tungmálm fleiristaðni. Umframt tungmálmstónleik bjóðar G festivalurin tekno. Tað verður frá bólkinum Kiasmos, sum føroyingurin Janus Rasmussen, ið eisini er kendur frá bólkunum Byrtu og Blood Group, er partur av. Eisini verða føroyskir tónar at hoyra frá Teiti Lassen. Fær dunnan ov leingi í ovninum, so hon brúnkast ov nógv, framleiðast evnið, sum kunnu elva til krabba. Somuleiðis við riv og røstum kjøti. Posta hevur úr at gera í hesum døgum. Ein rúgva skal avgreiðast áðrenn jólaaftan. Vøksturin á bíleggingum úr útlandinum er støðugt veksandi og serliga eru nógvir pakkar komnir úr Kina í ár, sigur Rókur Jákupsson, sum er marknaðarleiðari á Posta. Annakvøld klokkan átta verður serlig gudstænasta í Vesturkirkjuni, sum verður kallað forbønargudstænasta fyri teimum atsøknu kristnu, serliga í Miðeystri. Tilsamans fingu teir sostatt 450.000 krónur í bót. Kravið frá ákæruvaldinum var 750.000 krónur. Reiðaríið var eisini stevnt, men dómarin segði í sínari niðurstøðu at reiðarin og reiðaríið var eitt og sama felag. Hald varð eisini lagt á 277.000 krónur sum var fiskur, sum varð blakaður útaftur. Semja var frammanundan gjørd um reiðskapin. Hann var mettur til 1.6 milliónir krónur og tað skal reiðaríið eisini gjalda fyri at fáa gørnini aftur Mikael Viderø, sum í hálvttriðja ár hevur verið leiðari á byggideildini á Landsverki, verður nú tekniskur stjóri hjá Tórshavnar Kommunu. Mikael Viderø var býararkitektur í Tórshavnar kommunu frá 2003, til hann kom í starv á Landsverki á sumri 2012. Hann tekur við sum tekniskur stjóri 1. februar, og Landsverk fer nú at søkja eftir nýggjum leiðara fyri byggideildina. Og eitt sindur meira um stjóraskifti, tí samskiftisfyritøkan Sansir hevur í dag fingið nýggjan stjóran. Høgni Rasmussen, sum stovnaði Sansir og seinastu árini hevur verið stjóri saman við Lenu L. Mohr, er keyptur úr fyritøkuni av einum meiriluta av partaeigarunum. Eg eri nøgdur við avtaluna. Fyri meg er hetta ein privat avtala, og tí havi eg ikki meira at siga, sigur Høgni Rasmussen við Portal.fo. Hetta hevur við sær broyting í leiðsluni á Sansum, har Lena L. Mohr framyvir verður einsamallur stjóri. Í nýggja leiðslubólkinum hevur Lena L. Mohr afturat sær Tór Verland Johansen, hann er kundastjóri, og Boga Henriksen, sum er kreativur stjóri Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður boðaði 25. oktober frá, at hann tók aftur fyribils veiðuloyvið og fiskiloyvið hjá Anitu til dómur var fallin í málinum móti skipara, reiðara og reiðaríi. Advokaturin hjá Løgmansskrivstovuni hevur biðið um longda freist at svara stevningi hjá reiðarínum, og hann skal svara seinast í januar. Eingin semja er um heildarkvotuna fyri svartkjaft næsta ár, men samráðingarlondini royna at hava eina felags fatan av, hvussu stór heildarkvotan skal vera. Fyrrapartin var Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, til ráðførslu í Uttanlandsnevndini, har hann kunnaði nevndina um gongdina í samráðingunum. Hóast einki ítøkiligt spurdist burtur úr, eru samráðingarlondini samd um fyribils at halda seg til kvotabýtið, sum hevur verið galdandi í ár, sigur Jacob Vestergaard. Heildarkvotan í ár var umleið 1,2 milliónir tons, og føroyska kvotan var umleið 280.000 tons, og tað er eisini útgangsstøðið, tá fiskiskapurin eftir svartkjafti byrjar eftir nýggjár. Nú fíggjarlógin er til triðju viðgerð í tinginum hava formenninir lagt fram broytingaruppskot um at hækka játtanina eina millión krónur, úr 3,2 upp í 4,2 milliónir krónur næsta ár, sum eisini er valár. Alfred í Sambandsflokkinum, Jákup Mikkelsen í Fólkaflokkinum, Høgni Hoydal í Tjóðveldi, Aksel V. Johannesen í Javnaðarflokkinum, Poul Michelsen í Framsókn, Kári P. Højgaard í Sjálvstýrisflokkinum og Jenis av Rana í Miðflokkinum, siga í viðmerkingunum til uppskotið, at fyri at tryggja fólkaræðið og at tryggja, at møguligt er hjá politiskum flokkum t stuðla valenum fíggjarliga, so tey ikki halda seg aftur at stilla upp av fíggjarligum ávum, er neyðugt at hækka játtanina. Fríggjadagin verða fyrstu stuðulsjáttanirnar til gransking og menning á heilsuøkinum latnar úr Sjúkrakassagrunninum. Granskingarráðið, sum umsitur fæið hjá niðurløgdu sjúkrakassunum, hevur fingið 28 umsóknir um stuðul til verkætlanir, sum kann menna heilsuøkið í Føroyum, og samlaða stuðulsupphæddin til hetta er 7,5 milliónir krónur. Fríggjamorgunin fara Karsten Hansen, landsstýrismaður og Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum at almannakunngera í Heilsumálaráðnum, hvør fær pengar úr Sjúkrakassagrunninum á hesum sinni. Olaf Johannessen varð heiðaður í Keypmannahavn í dag. Hann er heiðraður fyri sín leiklut sum Adolf Eichmann í sjónleikinum Samrøður áðrenn deyðan . Tað er felagið Danske Teaterjournalister sum handaði Olafi ársins Teaturpokal. Regluliga screeningin fyri krabbamein í lívmóðurhálsi virkar væl í Føroyum. Uppmøtingin er góð, og screeningin minkar um talið á krabbameinstilburðum, staðfestir Turid Hammer, kandidatur í fólkaheilsuvísindum, sum hevur gjørt fyrstu vísindaligu lýsingina av føroysku screeningini fyri lívmóðurhálskrabba. Fólkapensjónin verður javnað sum best ber til, heldur landsfelagið hjá føroyskum pensjónistum, sum krevur at fáa pensjónshækkingarnar í fasta legu. Tað er trupult at semjast um amboðini at javna pensjónina, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum. Hoyr hana kjakast við Arna Thorsteinsson, formann í Landsfelag Pensjónista. Russiski búskapurin stendur fyri hóttafalli. Rubulin er veikur, oljuprísurin lækkar, og útlendskir íleggjar rýma úr landinum. Vladimir Putin, forseti, noyðist at nútímansgera búskapin og loysa kreppuna í Ukraina, sigur Ragnar Johannesen, sum starvast sum løgfrøðingur hjá vesturlendskum íløgubankum og íleggjarum í Moskva. Eitt samt Leiklistaráð hevur samtykt at seta hana í starvið. Jenny C. Petersen hevur verið stjóri á Tjóðpallinum seinastu 10 árini. Leiklistaráðið sigur, at Jenny C. Petersen hevur á Tjóðpallinum víst úrslit á høgum listarligum stigi, og hevur megnað at seta á pall nýggj, føroyskt upprunahandrit. Fíggjarlógin fyri 2015 er nú endaliga samtykt, og við teimum broytingum, sum samgongan samtykti við triðju viðgerð, verður hallið ikki størri, enn tað var, tá uppskotið varð lagt fyri løgtingið í heyst, umleið 139 milliónir krónur Meirilutin loyvir Strandferðslluni at flyta 2,7 milliónir krónur til lønir, samstundis sum játtanin hækkar 700.000 krónur sum eru neyðugt fyri at halda hvílitíðarreglurnar. Hetta er tó ikki nóg mikið, men tað, sum vantar í, verður fíggjað við minni viðlíkahaldi, segði formaðurin í Fíggjarnevndini. 250.000 krónur til ymsar studningar er komnar aftur á fíggjarlógina, og 400.000 krónur eru játtaðar til landsliðsarbeiðið hjá ÍSF. Ítróttasamband Føroya fegnast um, at Føroya Løgting á fíggjarløgtingslógini fyri 2015 hevur sett eina serstaka játtan av til luttøku í altjóða kappingum og at fyriskipa altjóða kappingar í Føroyum, skrivar ÍSF á heimasíðu síni. Hjá ÍSF fegnast tey um játtanina, og vísa á, at játtanin gevur eitt gott útgangsstøði fyri ítróttarárið 2015, har nógv stór altjóða tiltøk á skránni. Millum annað fer Hondbóltssamband Føroya at hýsa EM fyri U17 landslið og Fimleikasamband Føroya fer at hýsa HM í estetiskum fimleiki. Og so er størsta felagsítróttarliga kappingin hjá Føroyum, Oyggjaleikirnir, á skránni í 2015. Harumframt hevur flogbóltslandsliðið vunnið seg víðari í altjóða kapping, eins og aðrar ítróttagreinir eru við til altjóða kappingar, sum tær plaga. Somuleiðis heldur svimjingin áfram við sínum sjónliga altjóða profili, skrivar ÍSF. Víst verður á stóra týdningin, sum altjóða luttøka hjá okkara landsliðum hevur fyri brandingina av Føroyum, og at tað er við til at varpa ljós á Føroyar og føroyskan ítrótt. Fimta hvørt barn í aldrinum 10 14 ár, fær ov nógv at koffein um tey drekka orkudrykkir. Tað skrivar Heilsufrøðiligga Starvsstovan. Um ein roknar nøgdina av koffein frá øðrum matvørum við, so sum cola og sjokulátu, er tað í veruleikanum 2. hvørt barn og meira enn 3. hvør ungur í aldrinum 15 17 ár, ið fær ov nógv koffein. Stovnurin metur, at orkudrykkir eru viðvirkandi til ella beinleiðis atvoldin til, at børn og ung eta og drekka meira koffein enn mælt verður til. Dómstólurin kemur kortini til tað niðurstøðu, at fiti kann bólkast sum eitt handikapp, um fitin forðar tjúkka persóninum í fult og heilt at taka lut í arbeiðsgongdini á jøvnum føti við aðrar arbeiðstakarar. Heimasíðan hjá Danmarks Radio skrivar, at danin Karsten Kaltoft fekk fótin fyri fýra árum síðani, tá Billund Kommune setti eina spariætlan í verk. Hann varð dagrøktari og av 135 fólkum var hann tann einasti, sum varð sagdur úr starvi. Karten Kaltoft var sannførdur um, at hann varð koyrdur til hús, tí hann vigaði 160 kilo. Síðani fór fakfelagið FOA inn í málið, tí tey mettu, at uppsøgnin av Karsten Kaltoft ikki var í samsvar við lógarverkið hjá ES. Men tað er hon, tí ES dómstólurin hevur nú staðfest, at tað er í lagi at siga fólkum úr starvi, tí tey eru ov tjúkk. Hendan avtalan, sum nú verður undirskrivað hósdagin merkir, at persónurin, sum ber brek kann ferðast og annars luttaka í mentunarligum tiltøkum bert við at gjalda sítt egna atgongumerki ferðaseðil. Áðrenn skuldi viðkomandi gjalda bæði fyri seg sjálvan og fyri fylgjaran. Avtalan millum Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum, Mentamálaráðið, Vinnumálaráðið og Almannamálaráðið verður undirskrivað í Mentamálaráðnum hósdagin tann 18. desember klokkan14.00 Tátturin 650 orð, sum hevur verið partur av sendingini Góðan Morgun Føroyar, er nú av. Tú, sum lurtari, hevur havt møguleika at velja ta søgu, sum tær dámar best, og fllestu tykkara valdu søguna Skeiv hill, ella, sum Liljan av Fløtum Petersen hevur skrivað. Vit ynskja Liljuni til lukku. Tveir fólkaskúlar eru í Klaksvík Skúlin við Ósánna og Skúlin á Ziskatrøð men teir skulu leggjast saman, og ein týðandi partur av samanleggingini er byggingin av nýggjum skúla. Fyrsta byggistigið, sum nú byrjar nú, kostar 106 milliónir krónur og verður liðugt í 2018. Í sambandi við, at spakin verður settur í til nýggju skúlabyggingina í Klaksvík, verður hátíðarhald í skúlagarðinum niðanfyri Heygavegin klokkan12.30. Tað tekur drúgva tíð at seta seg inn í hvønn einstaka leiklut, serliga er týdningarmikið at savna inn eina rúgvu av upplýsingum um sjálvan persónin tú spælur, sigur Olaf Johannesen. Høvuðsálitið hjá Vest Pack øll árini hevur verið teir sterku og vælumtóktu plastposarnir, ið onkur skemtiliga hevur skírt at vera líka seigar sum vestmenningar sjálvir. Leygarkvøldið skipar Ert tú til green fyri útikonsert, fyri at varpa ljós á endamálið við felagsskapinum, sum er at fáa føroyska ungdómin, at fara betur um umhvøvið. Tað vóru skeivir upplýsingar frá ALS, sum í gjár høvdu við sær, at Johan Dahl, landsstýrismaður, tók uppskotið um fleiri broytingar í Arbeiðsloysisskipanini aftur. Tað er ikki nøktandi, at eg fái upplýsingar frá ALS, sum eru grundarlag undir uppskotinum, og síðani fái at vita í Vinnunevndini, at upplýsingarnir ikki eru rættir, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður Fargen verkætlanin verður nú sett í verk, uttan at Vísindasiðsemisnevndin hevur tikið støðu til, um allir føroyingar skulu ílegulesast. Sjálvt granskingararbeiðið, sum er at tulka úrslitini, er tikið úr verkætlanini, og tí er ikki tørvur á loyvi frá Vísindasiðsemisnevndini, siga tey bæði Pál Weihe vísindaleiðari á Fargen og Guðrið Andorsdóttir stjóri á Ílegusavninum, sum nú hevur Fargen ætlanina undir hond. Løgmaður Kaj Leo Holm Johannesen skrivaði undir avtaluna í Brússel í gjár ein avtala sum hevur stóran týdning, sigur Annika Sølvará, sum er stjóri á Granskingarráðnum. Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at leisturin við almennum útboðið varð valdur, tí raðhúsini bæði verða betri og bíligari, um grundøkið verður boðið byggharranum, sum hevur besta boðið, mett út frá prísi, tíðarætlan og konceptinum annars. Lív og Tróndur eru nýklakt foreldur. Sonur teirra, sum bert er seks vikur, var við teimum í útvarpsstovuni, og okkurt ljóð hoyrist frá honum. Tað var eitt mistak, at Johan Dahl, landsstýrismaður ikki fekk kunning um, at nýggjar útroknkingar hjá ALS, vístu, at stovnurin fór at spara 4 milliónir krónur, um farloyvisskipanin varð tikin av. Hann fekk tað at vita, tá hann kom í Vinnunevndina. Tá ALS sendi Vinnumálaráðnum tilfar um broytingar í ALS, vístu útrokningarnar, at einki var at spara við at taka farloyvisskipanina av. Men tá umboð fyri ALS vóru á fundi í Vinnunevndini um uppskotið, vóru nýggju útrokningarnar gjørdar, og tað fekk Vinnunevndin at vita. Vitjanin hjá Sea Shepherd setti sín dám á føroyska summarið. Vitjanin hjá felagsskapinum setti eisini sín dám á vitjanartølini hjá kvf.fo í ár. Tríggjar av 10 teimum mest lisnu søgunum í ár hava samband við vitjanina hjá Sea Shepherd í summar. Eisini hvalurin Við Áir, ið sprongdist í november í fjør, er nógv sæddur. Sigurin hjá føroyska fótbóltslandsliðnum á Grikkalandi var eisini millum mest lisnu søgurnar á kvf.fo í 2014. Her er listin við 10 teimum mest lisnu søgunum hjá okkum í ár. Eir er spent at fara aftur í dalin og at búgva í Silvurskóginum saman við Kevini. Petur sigur við mammu sína, at tað var ljótt gjørt av henni at renna Gran familjuna út úr húsunum, og hóast tað, at hon hevur borið seg skeivt at, áttu tey øll at hildið jól saman. Snertur hevur boðsent riddarunum til fundar í dalinum, og teir eru á veg. Skæra sær teir koma, og hon og Følvi fara aftaná, og tað vísir seg at vera torførari enn hildið. Tey síggja, at Iris drotning er í vanda og gera av at gera alt tey kunnu at ávara hana. Men kommunan hevur ongan rætt at tvinga børnini í forskúla, siga foreldur í Runavíkar Kommunu, sum nú mótmæla ætlanini og savna undirskriftir á Facebook. Øll seks ára gomul børn eru ikki búgvin til at fara í skúla. Av somu orsøk skulu tey ikki tvingast til tað. Tað sigur Maud Wang Hansen, forkvinna í Føroya Pedagogfelag. Tað er betri at fáa pening játtaðan á fíggjarlógini til politiskt virksemi, enn at einstaklingar stuðla flokkum og valevnum við peningi, tí tá kann spurnartekin setast við gjøgnumskygnið, siga Poul Michelsen, formaður í Framsókn, og Alfred Olsen, formaður í tingbólkinum hjá Sambandsflokkinum. Eitt tað seinasta, tingið gjørdi, áðrenn tað fór í jólafrí í gjár, varð at hækka játtanina til politiskt virksemi, og næsta ár, sum er valár, hava flokkarnir tilsamans 4,2 milliónir krónur til endamálið. Kári P. Højgaard umboðar einsamallur Sjálvstýrisflokkin á tingi, og av tí at stuðulin til politiskt virksemi verður býttur eftir stødd og atkvøðum, fær Sjálvstýrisflokkurin bara ein lítlan part av upphæddini. Síðani Føroyar gjørdust eitt valdømi, er tað vorðið nógv dýrari at reka valstríð, sigur Kári P. Højgaard Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, brúkti sína støðu sum ein av avgerandi atkvøðunum í fólkatinginum til at fáa 10 milliónir krónur til FarGen verkætlanina á donsku fíggjarlógina. FarGen verkætlanin var mest sum farin í gloymibókina, tá tað brádliga frættist, at føroyski fólkatingslimurin hevði gjørt avtalu við donsku stjørnina um FarGen. Neyðugt er at drena økið og leggja brunnar og rør, og eisini skal moldin gravast av verandi grasplenum. Síðani skal undirlagið byggjast uppaftur við stabilum tilfari og sandi. Mentamálanevndin í býráðnum hevur heitt á Byggi og býarskipanarnevndin um at fara undir at fyrireika fýra nýggj spælipláss til børn í Tórshavn. Stórur tørvur er á spæliplássum og mentannartilboðum til børn í Tórshavn og serliga í miðbýnum, og hetta er fyrsta stigið , sigur Helene Dam á Neystabø, forkvinna í Mentamálanevndini. Tá fyrireikingararbeiðið er gjørt, fer kommunan at taka støðu til, hvussu arbeiðið at gera spæliplássið skal skipast. Vit hava samskift við serfrøðingar um, hvussu spæliplássið skal innrættast, og vit ynskja at fáa nógv uppskot. Tí kann tað koma uppá tal, at útskriva eina hugskotskapping um, hvussu spæliplássið skal síggja út , sigur Helena Dam á Neystabø. Matvørueftirlitið hjá ES hevur á eftirlitsvitjan tíðliga í vár. Tað skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan á síni heimasíðu FVO Food and Veterinary Office , sum er eftirlitsstovnur hjá ES, kemur á eftirlitsvitjan í Føroyum tíðliga komandi vár. Endamálið við vitjanini er at eftirmeta heilsufrøðiligu viðurskiftini undir framleiðsluni av fiskavørum, her íroknað skeljadjór og at eftirmeta eftirlitið við dálkandi evnum og heilivágsleivdum. Vitjað verður á alibrúkum, fiskavirkjum, apoteksverkinum og á kanningarstovunum hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni. FVO byrjar sítt eftirlit týsdagin tann 10. mars 2015 og endar mánadagin tann 16. mars 2015. Hóast ríkismyndugleikarnir og landsstýrið hava gjørt trý ára avtalu um heildarveitingina, eigur landsstýrið at samráðast við danir um blokkin beinan vegin. Nú er at brúka møguleikan fyri at fáa at vita, hvat Helle Thorning Schmidt, forsætisráðharri, meinar við, tá hon sigur, at Danmark skal tryggja sama búskaparliga stig í Føroyum á málsøkjum, sum ikki eru yvirtikin, sigur Bárður Nielsen. Forsætisráðharrin svaraði herfyri einum fyrispurningi frá Edmundi Joensen, fólkatingsmanni, og tá segði hon, at í málum, sum ikki eru yvirtikin, skal Danmark tryggja, at standardurin er á sama stigi sum í Danmark, og tað er galdandi fyri bæði Grønland og Føroyar, segði Helle Thorning Schmidt. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, sigur við Dimmalætting, at danir og føroyingar eiga at seta ein bólk at kanna og útgreina heilsuverkini í Danmark og Føroyum fyri á tann hátt at staðfesta, um stigið er tað sama í báðum londum. Urslitið av hesum kanningum eigur at verða útgangsstøðið fyri nýggjum samráðingum um ríkisveitingina, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. Hann heldur ikki, tað er rætta løtan at fara undir samráðingar nú. Avtalan um heildarveitingina er galdandi í trý ár, og tí eiga tað at vera nýggja landsstýrið og nýggja stjórnin i Danmark, sum fara undir hesar samráðingar, sigur løgmaður við Dimmalætting. Fíggjarætlanin verður munandi størri enn undanfarin ár, nú eldraøkið verður lagt til kommunurnar. Raksturin verður góðar 16 milliónir krónur, og tvær milliónir eru settar av til íløgur. Tá 2015 fer at halla, hevur kommunan goldið niður 10 milliónir krónur av langtíðarskuld, umframt hálva sættu millión í sambandi við skúlabygging og skúlarakstur seinastu seks árini. Inklusion og menning eru lyklaorðini hjá ráðgevingartoyminum hjá Barna og Ungdómsdeildini í Tórshavnar Kommunu, sum í morgun fekk handa herðaklappið 2014. Tað er Javni, sum letur herðaklappið. Herðaklappið verður latið persónum ella felagsskapum, sum á onkran hátt hava lagt merkisvert arbeiði eftir seg fólki við menningartarni at frama. Ráðgevingartoymi arbeiður við børnum, sum eru tarnað í menningini. Uppgávan hjá teimum er at ráðgeva dagstovnunum í, hvussu tey kunnu menna børnini á besta hátt og tillaga seg barnið, so barnið kann vera á stovninum saman við børnum, sum ikki er menningartarvnað. Fremmandar plantur og skorðdýr kunnu elva til stóran skaða. Tað hevur minkað um fuglin í bjørgunum, minka um mjólkaframleiðslu hjá neytum og meira. Klaksvíkar kommuna hevur stórar trupulleikar av plantuni, Garðskøra. Í summar vóru nógvir arbeiðstímar og pengar brúktir til at fáa bilbugt við Garðskøruni, sum etur seg inn á føroysku planturnar og kann útrudda tær. Meðan Klakvík roynir at sleppa av við Garðskøruna, verða tær seldar í urtagarðshandlum í Føroyum. Einki veruligt eftirlit er við, hvat verður innflutt til Føroya, og hetta kostar landinum meira, enn um fígging varð sett til at verja ímóti at einki av hesum kemur inn í landið, sigur Janus Hansen, lívfrøðingur á Náttúrugripasavninum. Maria Smith og Uni Kárason Petersen eru foreldur at sjey ára gomlu Jórun Mai, ið hevur downs syndrom. Ráðgevingin vísir teimum á, hvørjar møguleikar Jórun Mai hevur í at mennast og ger, at tey ikki kenna seg einsamøll, halda foreldrini. Hondbóltssambandið hevur meldað lið til allar tær stóru altjóða kappingarnar fyri ungdómslandslið í 2015. HSF sigur í tíðindaskrivi, at hetta er liður í málinum, har føroyskur hondbóltur skal luttaka støðugt og framhaldandi á altjóða pallinum á jøvnum føti við okkara grannalond. U17 EM undankapping í Føroyum í marts HSF hevur vunnið rættin at hýsa bólki 2 í U17 EM undankappingini hjá kvinnum, sum verður í mars. Í lutakastinum endaðu Føroyar í bólki saman við Russlandi, Kekkia og Íslandi. Endaspælið verður í Makadonia 13. 23. august 2015. Dystirnir verða spældir í høllini á Hálsi í Havn. U21 mennirnir til Grikkalands í januar Í januar 2015 skal U21 manslandsliðið luttaka í HM undankappingini, sum verður spæld í Grikkalandi í døgunum 9. og 10. januar. Føroyar eru í bólki 8 saman við Serbia og vertslandinum. Vinnarin kemur víðari í endaspælið, sum verður í Brasil 19. juli til 2. august. U19 kvinnurnar til Litava Í apríl skal U19 kvinnulandsliðið til Litava at spæla EM undankapping. Føroyar eru í bólki 2 saman við Noreg, Kekkia og Litava. Tvey lið fara víðari til sjálvt endaspælið, sum verður í Spania í døgunum 23. juli til 2. august 2015. U19 mennirnir til European Open í Svøríki í summar Eins og undanfarnu árini fara Føroyar í ár at luttaka í European Open, sum er ein stór altjóða kapping, sum verður spæld í Gøteborg í Svøríki. Kappingin verður í døgunum 29. juni til 3. juli 2015. Tær flestu av teimum fremstu hondbóltstjóðunum luttaka. Fleiri av leikarunum, sum luttóku í somu kapping í 2013 hava aldur at luttaka aftur í ár. Føroyska liðið gjørdist nummar 16 av 22 liðum í 2013. Íslandssamstarv HSF er í ferð við at menna samstarv við HSI fyri teir eldru úrvalsbólkarnar, U16 1998 99 og U14 2000 01 gentur og dreingir. Í tí sambandi er ætlanin at hittast árliga, annaðhvørt ár í Íslandi og annaðhvørt ár í Føroyum. Fyrstu ferð verður í Íslandi í mei 2015. Men s InterContinental IHF Trophy 2015 í heyst Tá U21 manslandsliðið í mei í ár, í Andorra, vann IHF Trophy Europe kappingina, spældu teir seg samstundis víðari til Interkontinentala IHF Trophy Finaluumfarið, sum verður spælt á heysti í 2015. Hóast kappingin ikki er liðug enn, hava fleiri enn 80 lond kring allan heimin longu kappast um tey 5 plássini í finaluni. Føroyar og Tahiti hava higartil tryggjað sær pláss í endaspælinum. Enn er ikki kunngjørt hvar endaspælið verður. A landsliðini HSF hevur sum málsetning, at A landsliðini hjá monnum og kvinnum skulu hava spennandi uppgávur í 2015. Grundleggjandi hevur HSF lagt áherðslu á, at gera tingini í rættari røð, soleiðis at at tað ber til fíggjarliga og umsitingarliga at lofta ítróttarligu ætlanunum, og á tann hátt tryggja framhaldni soleiðis at altjóða luttøkan hjá føroyskum hondbólti verður støðug og reglulig. 7 umsóknir fingu stuðul til gransking á heilsuøkinum Granskingarnevndin hevur játtað stuðul til 7 granskingarverkætlanir, ið skulu menna heilsuøkið í Føroyum. Tilsamans knappar 6 milliónir krónur eru tillutaðar til verkætlanir innan høvuðsøki 2, ið er eitt av trimum høvuðsøkjum, sum fæið hjá niðurlagdu sjúkrakassunum skal lutast út til. Høvuðsøki 2 fevnir um gransking og menning á heilsuøkinum í Føroyum. Her er listin yvir tey sum hava fingið stuðul Á økinum Heilsa sum sosialt fyribrigdi fær Poula Patursson, M.Sc. í føðslu, 986.305 krónur til eina ph.d. verkætlan á Landssjúkrahúsinum um føðslutrot hjá skurðsjúklingum í Føroyum. Anna Sofía Fjallheim, ph.d. lesandi á Sjúkrarøktarfrøðideildini á Fróðskaparsetrinum, fær 569.596 krónur til eina ph.d. verkætlan um at staðfesta føðitunglyndi. Á økinum Heilsa sum medisinskt fyribrigdi fær Gunnhild Helmsdal, lækni á Landssjúkrahúsinum, 1.209.051. krónur til eina ph.d. verkætlan um útbreiðslu og ávirkan av meningitis í einum einsháttaðum samfelagi. Amanda Gratton Vang, ph.d., granskari í biomedisini á Landssjúkrahúsinum og Granskarasetrinum iNOVA, fær 890.171 krónur til at granska ávirkan á immunverjuna hjá einum ávísum bólki av giktsjúklingum. Og Thomas Rosenberg og Elin Holm, serlæknar í eygnasjúkum, fáa 313.360 krónur til at granska grønstar í Føroyum. Á økinum Hjartasjúkur fær Magni Mohr, ph.d., lektari og granskari á Deildini fyri Náttúru og heilsuvísind á Fróðskaparsetrinum, 446.200 krónur til at granska heilsufremjandi árin av rørslufótbólti hjá kvinnuligum og mannligum sjúklingum, ið eru í vanda fyri at fáa diabetes 2. Og á økinum Sálarfrøðilig heilsa fær Sanne Storm, ph.d. í musikkterapi, 1.499.016 milliónir krónur til eina verkætlan um at geva skjóta viðgerð móti angist og tunglyndi eftir føðing í Føroyum. Ein tann mest gávuríki sjónleikarin, vit eiga, er Kjartan Hansen. Hann situr ikki og bíðar eftir, at onkur stingur honum eitt leikrit upp í hondina. Skal tað til, skapar hann sjálvur leikin, og tað kann gerast á sjálvum pallinum framman fyri áskoðarunum. Tað hevur Kjartan millum annað gjørt við Terry sa saga, har hann sum klovnurin Terry brúkar frásagnir í Føroyingasøgu. Frásagnirnar setir inn í eitt heldur skeivt, men nærverandi perspektiv. Leikin hevur hann spælt fyri fullum húsum, og áskoðararnir eru vorðnir upplivilsið ríkari. Nú kann tað ljóða lítisvert at spæla klovn, men í leiklistini er Commedia dell Arte høgt mett, og sjónleikarar fara fegnir á skeið hjá høgt metta læraranum Mario Gonzales at læra hesa serligu leiklist. Mario Gonzales er úr Guatemala og lærari á sjónleikaraskúlanum í Paris. Honum hevur Kjartan verið á skeiði hjá og Mario Gonzales hevur leikstjórnað Terry sa saga. Partur av leiklistini er eisini skorturin. Hann verður brúktur í leikinum Hamskifti, har Kjartan broytir andlitið við vátum leiri, so tað gerst ein livandi installatión. Kjartan Hansen hevur útbúgving sína frá sjónleikaraskúlanum í Lule í Svøríki og arbeiðir sum fríyrkisleikari. Saman við øðrum hevur hann stovnað leikbólkin Det Ferøsche Compagnie og fyrsti leikurin í hesum høpi var Indberetninger fra en rejse i Færø. Størstu upphæddina fekk Sanne Storm, ph.d. í musikkterapi, innan økið Sálarfrøðilig heilsa. Hon fekk hálva aðru millión krónur til eina verkætlan um at geva skjóta viðgerð fyri angist og tunglyndi eftir føðing í Føroyum. Tað er undrunarvert at Leiklistaráðið setur sama stjóra á Tjóðpall Føroya á triðja sinni, tá lógin leggur upp til, at stjórin skal verða áramálssettur. Tað heldur Kjartan Hansen, nevndarlimur í Leikarafelag Føroya, sum er felagið fyri yrkissjónleikarar í Føroyum. Kjartan Hansen heldur, at tað at áramálsseta, skapar ein dynamikk og eina menning, sum er neyðug innan leiklistaøkið. Tey 20 húskini, sum fyrst í desember taptu eitt mál ímóti BankNordic í Føroya rætti, fara nú í landsrættin við málinum. Tey stevndu bankanum við kravi um, at avtalur um lán, sum tey tóku í 2006 og í 2007, skuldu halda fram sum avtalað varð, og at bankin ikki hevði rætt til at broyta lánstreytirnar í 2012. Jólakalendarin Nivinaja tykist at hava fingið góða móttøku frá fólki. Tríggir partar eru eftir av Nivinaja og spenningurin er ikki av enn sigur, Elin á Rógvi, sum hevur skrivað jólakalendaran. Tað heldur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, nú Runavík avtekur barnagarðstilboðið hjá teimum seks ára gomlu, so øll skulu í forskúla komandi skúlaár. Sanne Storm, ph.d., ið starvast sum musikkterapeutur á Psykiatriska Deplinum á Landssjúkrahúsinum, fer nú undir eina granskingarverkætlan í samstarvi við Gigni og Ljósmøðratænastuna, sum skal greina nyttuna av at veita skjóta viðgerð móti angist og tunglyndi í sambandi við barnsburð. Vit tosa við Jógvan Fríðriksson, biskup, um hví vit halda jól. Tór Marni Weihe greiður frá hvussu jólini eru blivin materialistisk. Billy Streibe og Don Panicko gera jóladrinks í studio og greiða frá hvussu jól eru í New York. Filosofisku røddina átti Sunneva Háberg Eysturstein Landsfundurin hjá Føroya Fiskimannafelag varð hildin í Havn fríggjadagin. Har var samtykt at geva landsfundinum størri vald í framtíðini. Undirtøka var nevniliga fyri at strika grein 14 í lógum felagsins, sum sigur, at lógarbroytingar bert kunnu fremjast eftir frumatkvøðugreiðslu. Men ásetingin kann ikki broytast fyrr enn hon er samtykt við atkvøðugreiðslu millum allar limir felagsins, og tá skulu tríggir fimntingar av teimum, sum greiða atkvøðu, atkvøða fyri broytingini. Okkurt kundi bent á, at broytingin hevur ein møguleika at koma ígjøgnum frumatkvøðugreiðsluna eisini, tí á landsfundinum fekk uppskotið dyggan meiriluta. 38 atkvøddu fyri, ein ímóti, og seks atkvøður vóru blankar. Eitt uppskot um at strika skipanina við sóknarformonnum fall við 21 atkvøðum ímóti og 20 fyri. Hetta uppskotið hevur verið fyri fyrr á landsfundi, men ongantíð hevur avgerðin, um at halda fast við hesa skipan, verið so tepur sum hesa ferð. Fyrr vóru tað sóknarformenninir, ið høvdu atkvøðurættin á landsfundunum, men henda skipanin bleiv broytt fyri nøkrum árum síðani, soleiðis at í dag hava allir møttir limir atkvøðurætt á landsfundi. Ein bilur var stolin í Havn í nátt. Bilurin stóð ólæstur og lyklarnir vóru í. Maðurin sum tók bilin, rendi á, og rann avstað. Løgreglan fann bilin, men hevur ikki enn fingið hendur á mannin. Leygarnáttina var ein annar bilur stolin, og eisini hann var ólæstur og lyklarnir stóðu í. Maðurin sum tók tann bilin hevur játtað seg sekan, og fær eina bót. Báðir bilarnir sum vóru stolnir fingu skaða, men av tíð at teir vóru ólæstir, er ivamál um tryggingin tekur við, og hvør skal rinda fyri skaðarnar. Eigararnir av bilunum, sum vóru stolnir, verða skuldsettir fyri ikki at tryggja, at fólk kunnu fara avstað við bilunum. Bótin er 500 krónur. Annars hevur verið friðarligt hjá løgregluni í nátt, talan hevur fyri tað mesta verið um at sissa full fólk, sum vóru farin at kjakast í býnum, verður upplýst av politistøðini. Maður Óluvu, Jóannes Skaale, var ættaður úr Havn, men metti seg vera mikladalsmann. Hann fór sum smádrongur norður til mostrina Jónu, og vaks upp hjá henni og Mariusi Johannesen. Hvørja summarferiu var hann í Havn hjá foreldrunum. Lívstarvið hjá Óluvu var á Specialskúlanum, seinni Skúlanum á Trøðni, har hon var í 40 ár og hevði mangar uppgávur. Byrjaði á VBV, eitt skifti í KFUM og KFUK, til nýggi skúlin á Frælsinum kom í 1975. Eitt nú kom bókin Matur og Matgerð burtur úr at undirvísa lesiveikum. Sum danskur tænastumaður hevði hon 14 daga farloyvi at eiga børn. Tað var stríggið. Trappan verður vónandi eitt tilhaldsstað hjá fólki millum annað í sambandi við tiltøk í Vágsbotni og í miðbýnum. Eisini verður ein pallur omanfyri trappuna til framførslur. Mett verður, at trappan fer at kosta millum 1.9 og 2,3 milliónir krónur. Kommunan fer nú í holt við projekteringina og síðani verður arbeiðið at gera trappuna boðið út í innbodna lisitatión. Tá arbeiðið í Vágsbotni er liðugt, verður farið niðan í Steinatún, har arbeiðið við miðbýarætlanini heldur fram, sigur Tróndur Sigurðsson, formaður fyri byggi og býarskipanarnevndina í Tórshavnar kommunu. Síðan kreppuna í 2008, er jólasølan bert vaksin á hvørjum ári, og árið í ár er besta higartil. Eg kann ikki nevna nøkur tøl, sigur Regin Dalsgaard, men fólk keypa flottar og dýrar gávur í ár. Innan stutta tíð skulu A landsliðini í hondbólti luttaka í endaspølum. Hallur Danielsen úr hondbóltssambandinum greiðir frá, hvussu stóru málini skulu røkkast. Kanning vísir at 49 av føroysku fimtafloksnæmingunum ikki megna at svimja teir 200 metrarnar, sum man í norðalondum metir, at teir skulu klára. Rókur í Jákupsstovu formaður í svimjisambandinum, sigur, at eitt átakslið av svimjilærarum kundi bøtt um trupulleikan. Neistin og Kyndil verða nokk liðini, sum fara at spæla hondbóltfinaluna hjá kvinnum. Hjá monnum er VÍF eitt sikkurt git, men ivasamt er, hvat hitt liðið verður. Birgir Hansen metir um kappingina higartil og gevur eitt boð uppá liðini, sum skulu spæla FM finalurnar í vár. Orðabøkur eru ein týðandi partur av undirvísingini og menningini av føroyska málinum, og tí kunnu næmingarnir ikki missa atgongdina til orðabøkurnar. Tað heldur Jógvan Skorheim borgarstjóri í Klaksvík, nú mentamálaráðið hevur avgjørt at steðga avtaluni, sum er við felagið Sprotan. Um dagarnar kom fram, at Mentamálaráðið ikki vil halda fram við at gjalda Sprotanum fyri, at fólkaskúlanæmingar kring landið kunnu hava atgongd til orðabøkurnar á internetinum. Tí fer galdandi skipan úr gildi á nýggjárinum. Tað er sera óheppið, at landið svíkur sína skyldu, men tað skal ikki ganga út yvir næmingarnar í fólkaskúlanum. Tí mugu kommunurnar taka um endan. Tað hava vit gjørt fyrr, og tað mugu vit gera aftur nú, sigur Jógvan Skorheim. Orðabøkur eru ein týðandi partur av undirvísingini og menningini av føroyska málinum, og tí kunnu næmingarnir ikki missa atgongdina til orðabøkurnar á netinum, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í tíðindaskrivi. Átaka kommunurnar í felag sær ikki kostnaðin fyri orðabøkurnar, fer Klaksvíkar kommuna at tryggja næmingunum í sínum fólkaskúlum atgongd til talgiltu orðabøkurnar við einari serstakari avtalu við Sprotan, endar Jógvan Skorheim tíðindaskrivið. 10 ár eru skótt liðin síðani meira enn 230 túsund fólk doyðu, tá flóðalda rakti millum annað Teiland, Indonesia, India og Sri Lanka. Flóðaldan rakti Teiland annan jóladag í 2004, og tað vakti stóran ans í Norðurlondum, millum annað av tí at nógv ferðafólk úr Danmark, Noregi, Finlandi og Svøríki vóru í økinum. Men hóast mest hoyrdist til Teiland her á leiðum, var tað ikki har flestu offrini vóru. Í Indonesia, sum var harðast rakt, doyðu 167.736 fólk, og meira enn hálv millión vórðu heimleys. Í Sri Lanka doyðu 35.322 og har gjørdust meira enn hálv miljón fólk heimleys og í India doyðu 18.045 fólk og 640 túsund mistu hús og heim. Tað var ein jarðskjálvti undir havbotninum uttanfyri norðaru helvt av indonesisku oynni Sumatra, sum var orsøkin til flóðalduna. Jarðskálvtin máldi 9,3 á Richterskalanum. Nú eru 5.638 harur skrásettar at verða skotnar Í Føroyum, á 554 túrum. Hetta eru 398 haru fleiri enn somu tíð í fjør, tá 5.240 harur vóru skotnar á 565 túrum. Leygardagin 20. desember royndist væl hjá haruveiðimonnunum. Tá vóru 456 harur skotnar á 42 túrum. Best lá fyri í Árnafirði, har ein einsamallur maður, Jákup Hansen, skeyt 38 harur á einum túri. 30 vórðu skotnar í Ognarhaganum og 8 í grannahaganum Bergið . Hetta man vera føroyskt met. 38 harur viga umleið 120 kg. Jákup mátti tí ganga fleiri ferðir, fyri at fáa fongin heim til húsa. Eisini kom ein bátur fram við, sum tók nakrar av harunum. lurtið einsamallur maður fekk 38 harur Tað eru framvegis vestmenningar, sum eru teiri raskastu. Flestar harurnar eru skotnar í Útihaganum á Bjørgum í Vestmanna. Teir hava fingið 162 harur á 8 túrum. Teimum á baki er ein annar hagi úr Vestmanna Dalhagi, Eystaripartur. Teir hava skotið 139 harur á 3 túrum. Fólk, sum gingu framvið húsinum sóu eldin og boðaðu løgregluni frá. Tórshavnar sløkkilið kom á staðið og sløkti eldin. Av tí at skjótt var borið at, var skaðin lítil. Eingin var inni í húsinum. Vakthavandi hjá sløkkiliðnum, Jákup Mortensen, sigur, at tað var heppi, at fólk sóu eldin so skjótt, so at eldurin ikki breiddi seg og skaðin ikki gjørdist størri. Men tað er skeivt, tí Atlantic Airways hevur gjørt fleiri oljuavtalur fyri 2015, og tær vóru undirskrivaðar, áðrenn oljuprísurin lækkaði munandi. Tí kunnu tær avtalurnar, sum Atlantic Airways hevur gjørt fyri 2015, ikki hava við sær lægri ferðaseðlaprísir, skrivar Atlantic Airways í viðmerking. Fyrimunurin við slíkum langtíðaravtalum er, at felagið hevur støðugar útreiðslur til brennievni, og at hesar útreiðslur ikki fara upp í loft, tá ið oljuprísurin ger tað. Vansin er, at vit ikki beinanvegin fáa gagn av brádliga lækkandi oljuprísi , sigur Jørgen Holme, stjóri í Atlantic Airways. Tað er ov tíðliga at siga nakað um, hvat hendir við ferðaseðlaprísunum í framtíðini. Latið okkum í fyrsta umfari vóna, at oljuprísurin verður verandi á nýggja lægra stiginum , leggur hann aftrat. Atlantic Airways hevur síðani síðsta summar lækkað ferðaseðlaprísirnar orsakað av lægri oljuprísum, og somuleiðis er dollarin vaksin í virði aftur. Tí er nettoeffektin av teimum lækkandi oljuprísunum í roynd og verur eitt sindur minni fyri Atlantic Airways, sigur Jørgen Holme. Prísurin fyri eitt tons av jet fuel , sum er brennievni sum flogførini nýta, er í løtuni umleið 4.000 krónur, boðar Atlantic Airways frá. Jólini, ið upprunaliga vóru ókeypis, kosta í dag nógvan pening. Týdningarmikið er at minna á upprunan. Tann andaligi, heimligi og mentanarligi parturin av jólunum er verdur at varðveita. Vit mega ikki keypa jólahaldið so dýrt, at vit ikki hava ráð at liva. Sjáldan er munurin á ríkum og fátækum so stórur sum á jólum. Jólagávurnar í ymiskari príslegu lýsa mangan tað sosialu og fíggjarligu leguna, sum er okkara, sum er veruleikin millum gevara og móttakara. Jógvan Fríðriksson biskupur hugleiðir um jól og um felagsskapin Í menniskjum góður tokki , sum veitir jólahjálp til føroyingar, ið hava tørv á tí. Hetta er ikki ein løtuvinningur, føroyskur hondbóltur fer nú á altjóða pallin at vera. Soleiðis sigur Hallur Danielsen frá honbóltssambandinum, um nýggju hugsjónina sum Hondbóltssamband Føroya hevur lagt fram. Umleið 360 familjur hava í ár fingið játtað jólahjálp frá felagsskapinum Í menniksjum góður tokki . Mett verður at umleið ein millión er komin inn í stuðli frá fólki. Tað sigur Sonja Jógvansdóttir, nevndarlimur í Í menniskjum góður tokki. Hvussu verður mett um, hvørjar familjur hava tørv á hjálp, og hvat fáa tey Hoyr meira í samrøðuni omanfyri. Oddvør Skarðhamar viðmælti í morgun ein kaldan rísgreyt, sum er tjúkkur og bert kókaður í mjólk. Uppskriftin er her Kaldur rísgreytur 7,5 dl av mjólk 1 dl av greytrísi 1 vaniljustong 3 ss av sukri 100 g av hakkaðum smognum mandlum 4 dl av róma Tak av hitanum, tá ið tað er vorðið til greyt, og set at kólna. Píska róma og sukur til skúm og blanda við súrrómanum og greytinum. Koyr mandlur í. Jarðber og rabarbusós 250 g av jarðberum Sitrónsaft og sukur 6 stelkar av rabarbum 2 2 spsk. av vatni 8 spsk av sukri Sker jarberini í fýra og stroy sitrón og sukur omanyvir. Sker rabarburnar í 3 4 cm stórar bitar, legg í eina grýtu og lat vatn og sukur í. Bárður á Lakjuni framførir nógv einsamallur, men hann er eisini við í bólkinum, Tollarar og Syndarar, sum fyri kortum lat eina nýggja útgávu úr hondum. Samráðingar hava verið millum fakfeløgini, sum hava limir umborð á skipunum og arbeiðsgevararnar, um heimild er at boðsenda fólki til arbeiðis jóladag, og um hvussu hettar skal samsýnast. Skipara og Navigatørfelagið, Maskinmeistarafelagið og Starvsmannafelagið vísa á, at tað hevur ikki verið siglt jóladag, og at arbeiði hendan dag tí ikki er fevnt av sáttmálunum, sum feløgini hava við landið Av tí at eingin semja er fingin í lag um samsýning fyri siglingina, nokta feløgini limum sínum at sigla sum manning við skipum hjá Strandfaraskipum Landsins jóladag. Elsa Funding, sum var prestur í mong ár, býr nú aftur í heimbygdini Funningi, í heiminum hjá ommuni og abbanum, har hon var nógv sum barn. Elsa sigur frá jólasiðum í Funningi. Verkhúsið Stíggjur í Saltangará er nú farið í jólafrí, men Tórður Mikkelsen vitjaði har seinasta dagin fyri jólasteðgin, og tey sum arbeiða har, greiddu hugagóð frá arbeiðnum. Arnleyg Svabo Haraldsen og sjey ára gamli sonurin John hava fimm tey seinastu árini hildið jól í Grønlandi. Í februar fluttu tey aftur til Føroya. Arnleyg heldur, at grønlendingar duga ógviliga væl at halda jól, og at vit kunnu læra nakað av teimum. At enda í sendingini hitta vit 86 ára gamla vitameistaran Leon Heinesen, sum í fleiri ár helt jól saman við familjuni úti í Mykineshólmi. Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum, sigur seg ikki vænta, at trupulleikar verða fyri fíggingini fyri eldraøkið næstu 15 árini. Men nú tað hevur eydnast at fáa semju um eina fráfaringaravtalu, verður starvið helst lýst leyst, sigur Jógvan Fríðriksson, sum tó ikki fer at taka endaliga støðu til málið fyrr enn eftir jól. Tá boðsendi biskupur Magnus Brah Jørgensen á fund um ymisk viðurskifti, millum annað rúsdrekka, bústaðaðarviðurskifti og tænastubýti. Fráfaringaravtalan ber í sær, at Magnus Brah Jørgensen fær løn í eitt ár og tíggju mánaðir. Haraftrat stendur honum í boði at fáa ymisk skeið 2015 og 2016. Bingjurnar fóru í havið, tá Dettifoss var á veg úr Føroyum til Íslands. Vakthavandi á MRCC støðini sigur, at veðrið var ringt á leiðini. Onkuntíð missa farmaskip bingjur í havið í illveðri, men tað er sjáldsamt at so nógvar bingjur fara fyri borð, sigur vakthavandi á MRCC støðini. Bingjurnar vóru fult lastaðar. Tað er ikki greitt, um bingjurnar eru farnar til botns. Tað veldst um, hvussu tær eru lastaðar, sigur vakthavandi á MRCC. Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum vil hava Fasta gerðarrættin at taka støðu til trætuna, sum hevur tikið seg upp millum manningarfeløgini og lønardeildina, nú strandfaraskipini eisini skulu sigla jóladag. Aftur í ár hava manningarnar á nótaskipunum nógv hægstu inntøkuna. Tað sæst í eini uppgerð, sum Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, almannakunngjørdi á landsfundinum hjá felagnum fríggjadagin. Manningarparturin hjá teimum við nótaskipunum var ein millión og 351.000 krónur í ár. Tað eru á leið 100.000 krónur minni enn í fjør. Teir vóru í vinnu í 203 dagar. Hjá manningunum við ídnaðarskipunum, sum eisini royna eftir uppsjóvarfiski, var manningarparturin 586.000 krónur Tað var væl minni enn í fjør, tá manningarparturin var 839.000 krónur Men teir vóru í vinnu í 125 dagar í ár og 193 dagar í fjør, sæst í uppgerðini. Hjá flakatrolarunum er inntøkan lækkað seinastu árini, hóast hon framvegis er góð. Hjá teimum var manningarparturin 726.000 krónur fyri 190 dagar í vinnu. Í 2010 var inntøkan hjá teimum eina góða millión krónur, men tá vóru teir 100 dagar longur í vinnu. Rækjuskipini eru ikki nógv í tali longur, men har gongur væl. Í ár var manningarparturin 726.000 krónur fyri 190 dagar í vinnu, í fjør var manningarparturin 702.000 krónur fyri 247 dagar í vinnu. Hjá skipunum, sum royna á leiðunum við Føroyar, gekst frægast hjá garnaskipunum, sum eru á svartkalva og havtaskuveiði. Hjá teimum var manningarparturin 403.000 krónur, sum var nakað minni enn í fjør, tá manningarparturin var 424.000 krónur Hjá báðum bólkum var manningarparturin 351.000 krónur Manningin við stóru trolarunum var til fiskiskap í 165 dagar og 203 dagar við smáu trolarunum. Í fjør var manningarparturin hjá stóru ísfiskatrolarunum 337.000 krónur fyri 205 dagar og hjá teimum smáu 380.000 krónur fyri 229 dagar. Vánaligasta úrslitið hava línuskipini. Har er manningarparturin 277.000 krónur fyri 211 dagar í ár, og manningarparturin var 253.000 krónur fyri 215 dagar í fjør. Uppgerðin vísir, at ein maður við einum nótaskipi, tjenar fýra ferðir so nógv, sum ein maður við einum línuskipi. Áðrenn løgtingið fór í jólafrí, samtykti tað at hækka játtanina til politiska upplýsing eina millión krónur, upp í 4,2 milliónir krónur Áðrenn løgtingið fór í jólafrí, samtykti tað at hækka játtanina til politiska upplýsing eina millión krónur, upp í 4,2 milliónir krónur Seinastu vikurnar hava vit skiftvís kava og regn. Spurningurin er so, um kavin fer at liggja í morgin, jólaaftan. Og tað fer hann, sigur sjómansskúlalærarin við serligum áhuga fyri veðrið, Hanus Kjølbro. Umsetningurin í ferðavinnuni í fjør var 577 milliónir krónur, og tað er met, vísa tøl frá Hagstovuni. Tað eru umleið fýra prosent av bruttotjóðarútøkuni. Í 2011 var umsetningurin 448 milliónir ella 3,4 prosent av BTÚ Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, sigur, at gongdin í ár hevur verið betri enn í fjør, og tí bendir alt á, at ferðavinnan longu í ár hevur rokkið málinum fyri 2015, sum var at fáa 600 milliónir krónur í umsetningi. Guðrið Højgaard sigur, at vøkstur verður aftur næsta ár, og tí bendir alt á, at ferðavinnan fer at røkka visjónini fyri 2020 um at tvífalda ferðavinnuna. Rækjutrolarin Akamalik hjá Royal Greenland, sum hevur føroyskan skipara, hevur í ár fiskað fyri góðar 200 milliónir krónur av rækjum við Vesturgrønland. Skiparin greiðir frá, at samstundis sum prísurin hevur verið sera góður, so hava teir fingið góða og stóra rækju á miðunum, og hann rósar manningini fyri at hava skapt so gott ársúrslit. Fyri 16 árum síðani vóru vit tann fyrsti trolarin hjá Royal Greenland, sum fekk rækjur fyri 100 milliónir krónur. Tá æt skipið Kaassassuk, men manningin er enn tann sama. Næsta ár fara vit at royna at røkka 300 milliónum, sigur Jógvan Tróndarson, skipari, við Sermitsiaq. Snertur og riddararnir hava tikið drotningina til fanga, og Kevin ger av ræða teir. Hann tryggjar sær hjálp frá Eir,Følva og Skæru, men tey koma skjótt eftir, at tað er lættari sagt enn gjørt. Kevin og Eir eru á veg í Silvurskógin eftir familjuni hjá Kevini, tí tey ætla at halda jól í Riddaradalinum. Á vegnum hitta tey Miru, sum sigur, at okkurt er á vási í holuni, tað kann oyðileggja alt. Legg telefonina á hillina og koyr beinini uppá borðið. Her eru fimm feitir filmar, Hallur Finnabogason Danielsen, filmsbloggari, viðmælir, nú frídagarnir eru í nánd. Kringvarpið roynir at leggja seg eftir at føroysk børn skulu síggja og hoyra føroyskt barnatilar. Tískil verður føroyskt barnatilfar sent um jólini, Og jólaaftan er nógv tilfar bæði í útvarpi og sjónvarpi meðan børnini bíða. Kunnið tykkum um skránna á kvf.fo. Petur Pólson er tónleikari, yrkjari og lærari, men nýtir nógva tíð at hugsa um gerandisviðurskifti og um lívið sum heild. Hann hevur sína hugsan um hvat jólini áttu at verið og hvat vit menniskju hava gjørt tey til. Hann tímur ikki jólaperur og jólapynt, tí tað er bert sum krúmmil á kakuni. Sjálvur kakuformurin og hini tingini eru gloymd. Hann hevur ikki avgjørt hvar hann heldur jól, men fer ivaleyst at halda jólini einsamallur og eta medistarapylsu. Vit hittu Petur í hugnaligu heiminum hjá honum. Tað er meira av tilvild at jólini hjá Rakul Johannesen úr Havn, verða hildin á eini oyggj har nærum einki her. Hon fjakkar í løtuni saman við eini vinkonu, og at jólini verða hildin í 27 hitastigum er ikki eitt tilvitað val. . Vit tosaðu við Rakul í morgun. Upptøkan stavar frá árliga jólaborðhaldinum hjá Kringvarpinum, og er framleidd av Jónfinni Stenberg og Briani Samson. Men upptøkan er so mikið fitt og hugnalig, at vit hildu, at hon hevði uppiborið at ríka føroyingum um jólini. Fíggjarmálaráðið kærdi fráboðanina hjá manningarfeløgunum um at tey noktaðu limunum at sigla sum manning við skipunum hjá Strandferðsluni jóladag. Feløgini søgdu, at ongin semja var um lønina fyri siglingina jóladag. Og seint seinnapartin kom so gerðarætturin við sínum úrskurði. Gerðarætturin sigur, at fráboðanin hjá manningarfeløgunum at nokta limunum at sigla við strandfaraskipunum jóladag er brot á friðarskylduna og er eitt óheimilað stríðsstig. Gerðarætturin sigur, at friðarskylda er galdandi í sáttmálatíðarskeiðnum. Hendan friðarskyldan bindir partarnar til ikki at taka stríðsstig um mál, sum kunnu reisast í fasta ferðarrætti sum tulkingarmál. Og hesin spurningurin um jóladag er júst ein tulkingarspurningur, sum kann reisast í gerðarættinum sum tulkingarmál. Minnilutin, Vígdis Johannesen, heldur, at hóast friðarskylda er galdandi, so hava partarnir rætt at taka stríðsstig, tá arbeiðsgevarin í sáttmálatíðarskeiðnum við sera stuttari freist setur í verk munandi broytingar í arbeiðsskylduni. Og tí metir Vígdis Johannesen, at stríðsstigið hjá manningarfeløgunum er heimilað. Hóast gerðarætturin er komin til ta niðurstøðu, at fráboðanin hjá manningarfeløgunum er óheimilað, so merkir tað ikki, at manningarnar ongan hava rætt til yvirtíðarløn jóladag. Tann spurningin hevur gerðarætturin als ikki tikið støðu til. Guðrið Joensen, gerðarættardómari, sigur við Kringvarpið, at partarnir hava møguleika at senda tann spurningin til gerðarættin sum tulkingarmál, um teir hava hug til tað. NiviNaja er nýggjur jólakalendari í útvarpinum. Alt tilfarið er føroyskt heilt frá handriti til tónleik og ljóðmynd. Heili 23 leikarar eru við í spennandi søguni, sum vit fara at hoyra hvønn einasta gerandismorgun í desember Útvarpið bjóðar størri børnum ein spildurnýggjan og spennandi jólakalendara í desember, sum eitur NiviNaja. Høvuðspersónur er Naja. Ein genta, sum at síggja til hevur alt. Hon er góður svimjari, býr í flottum húsum og hon eigur labradorin, Baldur. Men Naja hevur tað kortini ikki so lætt. Leikurin er spennandi, kensluligur og viðkomandi. Søgan gongur fyri seg í dag í Havn og er spenningsdrama. Álvarsom evni verða tikin upp, og alt er ikki, sum tað sær út. Tað eru ikki øll, sum hava tað so gott, og kanska serliga á jólum merkjast trupulleikarnir enn størri. Og hetta er støðan hjá høvuðspersóninum, Naju. Í ársins hugnaligastu høgtíð verða vit í jólakalendaranum mint á, at vit mugu læra okkum at hyggja aftur um fasaduna, at hugsa um okkara medmenniskju og at hava umsorgan fyri hvørjum øðrum. Jólakalendarin 2014 er føroyskt framleiddur allur, sum hann er. Elin á Rógvi hevur skrivað leikin og sangtekstirnar. Greta Svabo Bech, Benjamin Petersen, Anna Katrin Egilstrøð og Niclas Johannesen hava gjørt løgini. Løgini hjá Niclasi syngja Malan Thomsen, Lena Andersen og Kim Hansen. Hvør tóni er føroyskt framleiddur júst til hendan jólakalendaran. Hann mælti beinleiðis til, at øll skulu vera við at hjálpa teimum, sum eru illa fyri. Hava vit treysti til at vera eyðmjúk yvir fyri teimum, sum standa okkum nær og eru illa fyri, ella vilja vit hava effektivar ópersónligar loysnir, sum mangla evangeliska hitan, spurdi pávin í røðuni. Frans pávi hartaði eisini sínar egnu. Hann heldur, at katólska kirkjan er í stóran mun merkt av egoismu, grammleika, valdsgirnd og andaligari alzheimers, sum hann tók til. Vegna katólsku kirkjuna bað hann eisini um umbering fyri tær gølurnar, sum hava givið Vatikanríkinum vánaligt umdømi. Seinatu árini hava nógvir katólskir prestar verið undir ákæru um pedofili. 78 ára gamli Frans pávi hevur verið pávi í tvey ár. Hann hevur verið kontroversiellur og væl umtóktur fyri sítt fría lyndi og einfalda stíl. Í fjør fekk hann prísin sum Person of the Year frá Time Magazine. Tað heldur Ian McFadden, stjóri fyri Scottish Pelagic Processors Assocaioan, sum er í øðini inn á fríhandilsavtaluna, sum Turkaland og Føroyar hava undirskrivað. Tað er aftur ein órættvísur bági fyri Skotland á heimsmarknaðinum, heldur hann. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, hevur sagt, at Føroyar nú kunnu kappast á jøvnum føti við onnur lond í Turkalandi. Men tað er ikki rætt, sigur Ian McFadden Skotland er væl og virðiliga útihýst á turkiska marknaðinum, takka verið hasum risa skatta av gjaldinum á innflutningin av makreli frá ES londum. Vit merkja somuleiðis innflutningsbannið úr Russlandi, meðan Føroyar aftur sluppu snikkaleysar, sigur hann við Worldfishing.com. Hann vil eisini, at ES gevur Føroyum nógv minni atgongd til makrel í ES sjógvi næsta ár, tí Føroyar fáa ov nógv burtur úr sáttmálanum. Tað er ikki rætt, at Føroyar skulu fiska ein triðing av sínari makrelkvotu í ES sjógvi, tað mesta við Skotland, tá Føroyar hava fingið nógv størri makrelkvotu, júst tí so nógvur makrelur er í føroyskum sjógvi. Tað er nú átta mánaðir síðan, at ófriðurin millum ukrainska herin og ukrainar, sum vilja leggja landið undir Russland, brast á. Síðan tá hava 4700 fólk latið lív í Ukraina. Kreppan hevur elvt til, at viðurskiftini millum Russland og vesturheimin eru nú so køld sum sjáldan fyrr. ES hevur sett handilsforðingar fyri Russland, sum hevur skundað undir búskaparkreppuna, sum nú er har. Tjóðartingið í Ukraina samtykti í vikuni at søkja um limaskap í verjusamgonguni NATO. Forsetin, Petro Porosjenko, segði tá, at Ukraina søkir um limaskap, tí landið kennir seg hótt. 50 fólk vóru í bønarhúsinum, tá eldurin kyknaði. Løgreglan heldur, at eldurin varð ásettur. Vitni siga seg hava sæð ein mann við einari bensinfløsku í grannalagnum, stutt fyri, at eldurin kyknaði. Svenska Aftonbladet skrivar, at fimm fólk fingu skaða. Tað vóru fólk, sum vóru inni í bønarhúsinum og hoppaðu út, upplýsir løgreglan í Stokkhólmi. Liðini sum er við í kappingini eru fremstu mannsliðini hjá VÍF, Neistanum, StÍF, Kyndil og H71. Afturat teimum eru hondbóltsliðið hjá ÍF Føroyum og føroyska U21 landsliðið. Framsýningarhondbóltur verður eisini á skránni, tað greipuvinnarnir úr Kyndli, skulu royna seg ímóti kvinnunum úr ÍF Føroyum. Hesin dystur verður seinnapartin leygardagin 27. desember. H71 skrivar á heimasíðu sínari, at hetta er eitt høvi at síggja ungdómslandsliðið, áðrenn teir fara at royna seg í HM undandystum fyrst í januar. ÍF Føroyar hava klára seg væl, og fyriskipararnir vænta, at føroyingarnir ið búgva niðri, fara at hinum seks liðunum skarpan gang. Staðarnavnanevndin er nú vald av nýggjum. Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, hevur valt Eivind Weyhe, Anfinn Johannsen, Lenu Reinert, Kristin Magnussen og Stein Fossá at manna nevndina næstu fimm árini. Staðarnavnanevndin umsitur løggilding av staðarnøvnum og hevur avgerðarrætt í hesum sambandi. Uppgávurnar hjá nevndini fevna millum annað um áseting av formi og stavseting av staðarnøvnum í almennari nýtslu, eitt nú á kortum, skeltum og í skúlabókum. Í dag eru 10 ár liðin síðani meira enn 230 túsund fólk doyðu, tá flóðalda rakti millum annað Teiland, Indonesia, India og Sri Lanka. Flóðaldan rakti Teiland annan jóladag í 2004, og tað vakti stóran ans í Norðurlondum, millum annað av tí at nógv ferðafólk úr Danmark, Noregi, Finlandi og Svøríki vóru í økinum. Í Sri Lanka doyðu 35.322 og har gjørdust meira enn hálv miljón fólk heimleys og í India doyðu 18.045 fólk og 640 túsund mistu hús og heim. Tað var ein jarðskjálvti undir havbotninum uttanfyri norðaru helvt av indonesisku oynni Sumatra, sum var orsøkin til flóðalduna. Jarðskálvtin máldi 9,3 á Richterskalanum. Hvar eru vit so í dag, og hvat er komið burtur úr heildarætlanini um fólkaflyting og fólkavøkstur Hvørji átøk eru framd, hvat hevur gingið væl, hvat kundi verið gjørt øðrvísi, og hvat liggur enn á láni Setningurin er tikin úr heildarætlanini um fólkaflyting og fólkavøkstur, sum varð løgd fram 5. apríl í 2013, og sum varð gjørd fyri at loysa størstu avbjóðingina hjá føroyska samfelagnum, sum er fráflyting og vantandi tilflyting. Á kvøldsetu týskvøldið skipar Jobmatch fyri politiskum kjaki um hetta evnið. Luttakarar vera Johan Dahl landsstýrismaður í vinnumálum og og formenn og umboð úr øllum politisku flokkum á løgtingi. Orðstýrari verður Jón Brian Hvidtfeldt. Heildarætlanin vísti á, at tað eru i sto ran mun tey ungu, serliga kvinnurnar, sum flyta burtur ofta i útbúgvingarørindum men eisini at nema sær aðrar royndir. Heildarætlanin staðfesti, at samstundis sum no gv ung fara av landinum, eru tað ov fa , sum flyta aftur til landið. Áhugin at læra seg at forrita hevur verið so stórur, at vit umhugsa at halda áfram við einum nýggjurm skeiði næsta ár. Tað sigur Svend Højgaard, leiðari a Bókasavninum við Løkin, sum í heyst hevur skipa fyri skeiði í forritan ella programmering. 40 børn og ung hava luttikið á skeiðnum, men nógv onnur hava víst skeiðnum áhuga Sambært einum yvirliti, sum Landssjúkrahúsið gjørdi tollaksmessudag, eru 607 børn fødd har í ár, men Landssjúkrahúsið væntar, at eini 10 15 børn verða fødd afturat í 2014. Sostatt verður roknað við, at tilsamans 622 børn verða fødd á Landssjúkrahúsinum í ár. Í fjør vóru 608 børn fødd á Landssjúkrahúsinum. 70 kvinnur skulu eiga á Landssjúkrahúsinum í desember, og á føðideildini eru tey væl fyrireikað at taka ímóti børnum um høgtíðina, sigur Beintu Dahl Olsen, ljósmóðir. Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður, vil hava at vita frá Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni, hvørjar fortreytir skulu lúkast fyri at fáa loyvi at fiska uppsjóvarfisk. Páll á Reynatúgvu spyr, í hvørjum plássum í landinum uppsjóvarskip eru, um nøkur umsókn er komin úr Sandoynni at fáa uppsjóvarskip, og um tað er rímiligt, at Sandoyggin ikki fær tillutað uppsjóvarloyvi, tá onnur øki fáa loyvi. Páll á Reynatúgvu sigur, at fyri vanliga føroyingum kann tað tykjast sum um, at mismunur verður gjørdur á teimum, sum vilja sleppa framat í fiskivinnuni, serliga uppsjóvarvinnuni. Meðan summi stríðast í áravís fyri at sleppa fram at vinnuliga dreyminum, sigla onnur í eini handavending inn á føroysku grunnarar, sigur Páll á Reynatúgvu í viðmerkingunum til fyrispurningin Sambært einum yvirliti, sum Landssjúkrahúsið gjørdi tollaksmessudag, eru 607 børn fødd har í ár, men Landssjúkrahúsið væntar, at eini 10 15 børn verða fødd afturat í 2014. Sostatt verður roknað við, at tilsamans 622 børn verða fødd á Landssjúkrahúsinum í ár. Í fjør vóru 608 børn fødd á Landssjúkrahúsinum. 70 kvinnur skulu eiga á Landssjúkrahúsinum í desember, og á føðideildini eru tey væl fyrireikað at taka ímóti børnum um høgtíðina, sigur Beintu Dahl Olsen, ljósmóðir. Lági oljuprísurin fær nú Atlantic Petroleum at repa seglini. Tríggjar leitiboringar, sum vóru á skránni í bretskum øki næsta ár, eru útsettar til 2016, og felagið hevur samstundis avskrivað Føroyar sum leitiøki. Málið verður viðgjørt sum drápsroynd, og ein sjónarváttur sigur seg hava sæð eitt fólk renna frá moskuni, sum eitt somaliskt felag eigur. 50 fólk vóru í moskuni, tá eldur kom í. Magnus Ranstorp, granskari í yvirgangsmálum á Verjuháskúlanum í Stokkhólmi, sigur, at tað kunnu vera víðgongd á høgraveingi, sum hava sett eld á, men talan kann eisini verða um eitt stríð millum sunni og shiamuslimar, ella kurdar og sunnimuslimar. Sambært svenskum miðlum fekk eingin álvarsligan skaða av eldinum í moskuni í Eskilstuna í gjár, men fimm fólk hava verið til viðgerðar. Viðurskiftini millum Russland og Vesturheimin hava verið kaldlig seinasta árið, og nú er líkt til, at tey eru kølnað uppaftur meira. Russiski forsetin, Vladimir Putin, skrivaði í gjár undir eina nýggja hernaðarliga doktrin, sum sigur, at Nato felagsskapurin er størsta hóttanin móti landsins trygd, skrivar tíðindastovan AP. Í doktrinini verður dentur lagdur á, at tað serliga er Nato herdubbingin nærindis russiska markinum, sum elvir til ótryggleika. At vesturheimurin hevur sent fleiri herfólk til baltisku londini er leggja politiskt og strategiskt trýst a Russland, sigur Putin. Vit verja okkum og halda altjóða lóg. Russisku átøkini í Ukraina bróta altjoða lóg og ávirka trygdina í Evropa, sigur Nato talskvinnan, Oana Lungescu. Í nýggju doktrinini verður hildið fast við, at Russland kann nýta atomvápn, verður tað álopið við atomvápnum ella hópoyðingarvápnum. Skotski loysingarflokkurin, SNP, tapti fólkaatkvøðuna fyrr í ár, men stendur sambært seinastu veljarakanningunum til at vinna stórsigur á parlamentsvalinum í Bretlandi í mai. 59 av tinglimunum í Vestminster verða valdir í Skotlandi. SNP eigur í dag seks av teimum, men stendur til at fáa 45 tinglimir í London, sambært einari veljarakanning, sum ICM og The Guardian hava gjørt. SNP var fyri 10 árum síðani ein lutfalsliga lítil flokkur, men er í dag størsti flokkurin í Skotlandi, og kann á valinum í mai eisini gerast ein týðandi flokkur í Vestminister. Tað er serliga arbeiðaraflokkurin Labour, sum stendur til at missa atkvøður og sessir til SNP. Labour hevur søguliga havt størri undirtøku í Skotlandi enn Konservativi flokkurin, men kann sambært veljarakanningini missa 31 av sessunum, sum eru valdir í Skotlandi. Og tað er ein trupulleiki í Bretlandi. Tí floksformaðurin í Labour flokkinum, Ed Miliband, hevur lítlan møguleika fyri at vinna á sitandi forsætisráðharra, David Cameron, og flokki hansara, uttan skotsku atkvøðurnar. Fleiri fólk í einum húsum í miðbýnum í Havn vórðu í morgun klokkan eitt kort til seks bjargað av einum fremmandum manni, sum var á veg til hús. Maðurin, ið einki tilknýti hevði til húsini ella fólkini, sá royk í vindeygunum, og fór inn í húsini, har húsfólkini høvdu gloymt eina grýtu á komfýrinum. Maðurin fekk sløkt, varskógvað húsfólkið og ringt eftir sløkkiliðnum. Í staðin eru Sosialdemokratarnir og Umhvørvisflokkurin, sum hava verið í minnilutastjórn síðani ríkisdagsvalið í heyst, vorðnir samdir við borgarligu flokkarnar Konservativa flokkin, Fólkaflokkin, Miðflokkin og Kristnu demokratarnar um samstarv, millum annað um fíggjarlógina. Hóast seks flokkar hava gjørt semjuna, heldur minnilutastjórnin hjá Stefan Løfven fram. Men broytist parlamentariska støðan, hevur Stefan Løfven bundið seg til at lata eina borgarliga stjórn sleppa framat valdinum. Fyri valið skipaðu borgarligu flokkarnir meirilutastjórn í tilsamans átta ár, men frammanundan var vanligt við minnilutastjórnum í Svøríki. Men seinastu tíðina hava stjórnarflokkarnir havt samráðingar við borgarligu flokkarnar, og Desember semjan, sum samráðingarúrslitið verður nevnt, ber í sær, at einki nýval verður á hesum sinni. Nývalið í Svøríki, sum skuldi vera í mars, verður av ongum. Í staðin eru Sosialdemokratarnir og Umhvørvisflokkurin, sum hava verið í minnilutastjórn síðani ríkisdagsvalið í heyst, vorðnir samdir við borgarligu flokkarnar Konservativa flokkin, Fólkaflokkin, Miðflokkin og Kristnu demokratarnar um samstarv, millum annað um fíggjarlógina. Tað kunngjørdi Stefan Løfven, forsætisráðharri, á tíðindafundi í Stokkhólmi fyri løtu síðani. Hóast seks flokkar hava gjørt semjuna, heldur minnilutastjórnin hjá Stefan Løfven fram. Men broytist parlamentariska støðan, hevur Stefan Løfven bundið seg til at lata eina borgarliga stjórn sleppa framat valdinum. Stefan Løfven segði millum annað soleiðis á tíðindafundinum fyri løtu síðani Lági oljuprísurin fær nú eisini Atlantic Petroleum at repa seglini, og felagið hevur avgjørt at útseta oljuboring í bretskum øki næsta ár til 2016. Men lági oljuprísurin ávirkar partabrøvini í Atlantic Petroleum. Virðið á felagnum liggur um eina hálva milliard krónur, og partabrøvini verða keypt og seld í løtuni fyri minni enn helvtina av virðinum. Ben Arabo væntar, at oljuprísurin fer at hækka aftur longu næsta ár, og góð leitiúrslit fara eisini at ávirka virðið á partabrøvunum rætta vegin. Norskar vikarstovur venda sær nú beinleiðis til bæði felagið Føroyskir sjúkrafrøðingar og sjúkrarøktarfrøðingar privat, og royna at lokka teir til Norra at arbeiða. Ongantíð áður hava so nógvir føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar fingið sær norska góðkenning, sum farna árið, sigur Óluva í Gong, forkvinna. Óluva í Gong á myndini . fegnast um, at limir hennara forvinna nógvan pening, men henda støðan kann verða álvarsom fyri føroyska heilsuverkið. Tað var ein fegin Stefan Løfven, forsætisráðharri, sum á tíðindafundi fyrrapartin kunngjørdi, at minnilutastjórnin millum sosialdemokratarnar og umhvørvisflokkin hevur gjørt semju við borgarligu andstøðuflokkarnar teir eru Konservativi flokkurin, Fólkaflokkurin, Miðflokkurin og Kristnu demokratarnir um fleiri politisk mál. Desember avtalan, sum hon verður nevnd, varð kunngjørd fimm dagar eftir, at svenska sjónvarpið avdúkaði, at stjórnin og andstøðuflokkarnir, sum vóru í samgongu fyri valið, høvdu havt loyniligar samráðingar, til tess at sleppa undan nývali. Tað var júst atkvøðugreiðslan fyrst í desember um fíggjarlógaruppskotið hjá stjórnini, sum gjørdi, at Stefan Løfven, forsætisráðharri, kunngjørdi, at hann fór at skriva út nýval, bert 62 dagar eftir at hann hevði fingið stjórnarvaldið. Avtalan ber í sær, at Løfven noyðist at stýra eftir fíggjarlógaravtaluni, sum borgarligu flokkarnir hava gjørt, hetta til apríl. Tá kann hann royna at fáa meiriluta fyri sínum egna fíggjarpolitikki. Og forsætisráðharrin ætlar eisini at halda fram við samstarvinum við Vinstraflokkin, sum ikki er partur av avtaluni, sum nú er gjørd. Avtalan er galdandi til 2022, og flokkarnir binda seg til ikki at atkvøða ímóti einari fíggjarlóg, sum teir ikki taka undir við, men teir lova í staðin at atkvøða blankt. Avtalan styrkir Svøríki, og flokkarnir í borgarligu samgonguni heilsa henni vælkomnari, tí vit hava leingi roynt at fingið eina tílíka avtalu lag, sigur forkvinnan í Konservativa flokkinum, Anna Kinberg Batra. Vinstriflokkurin og Svøríkisdemokratarnirn eru ikki við í avtaluni, men Vinstriflokkurin varð kunnaður um hana, áðrenn hon varð kunngjørd. Stefan Løfven kann sostatt halda fram sum forsætisráðharri í Svøríki, men hann hevur lovað at lata øðrum valdið, um parlamentariska grundarlagið verður broytt. Hvørki flokkarnir á vinstraveingi ella borgarligu flokkarnir vilja hava nakað við víðgongdu Svøríkisdemokratarnar at gera, og avtalan, sum nú er gjørd, rekur teir út í eina politiska oyðimørk, siga eygleiðarar. Formaðurin í Svøríkisdemokratunum, Matthias Karlsson, hevur longu boðað frá, at flokkurin fer at reisa misálit á Stefan Løfevn, forsætisráðharra. Seks flokkar eru ímóti okkum. Svøríkisdemokratarnir hava nú leiklutin sum einasti leiðandi andstøðuflokkur í ríkisdegnum, sigur Matthias Karlsson, við svenska kringvarpið. Kringvarpsstýrið situr í fýra ár. Tað er ovasta leiðslan í Kringvarpinum, og hevur yvirskipaðu ábyrgdina av, at ásetingarnar í lógini og fyriskipum fyri stovnin verða fylgdar. Løgmaður fær eina hjálpandi hond frá Rúna Bro Róin, sum í sínum svari til kanningarstjóran heldur ikki vil kennast við, at hann og løgmaður samráddust uttan um Kára P. Højgaard og hini í landsstýrinum. Enn er ógreitt, nær Hans Gammeltoft Hansen, kanningarstjóri, verður liðugur við sínar kanningar í málinum um Skálafjarðartunnilin. Løgmaður fær eina hjálpandi hond frá Rúna Bro Róin, sum í sínum svari til kanningarstjóran heldur ikki vil kennast við, at hann og løgmaður samráddust uttan um Kára P. Højgaard og restina av landsstýrinum. Hann váttar samskifti og tingingar millum løgmann og CIP. Enn er ógreitt, nær Hans Gammeltoft Hansen, kanningarstjóri, verður liðugur við sínar kanningar í málinum um Skálafjarðartunnilin Fráfaringaravtalan er beinleiðis avleiðing av vánaliga úrslitunum, sum danska landsliðið fekk til EM í Kroatia Ungarn fyrr í desember. Donsku kvinnurnar gjørdust nummar 8, og seinastu úrslitini benda á, at danska kvinnulandsliðið fær verri og verri úrslit fyri hvørt endaspæl. Jan Pytlick hevur vant donsku hondbóltskvinnurnar síðan 1998, og hevur eisini fingið góð úrslit. Í 2002 gjørdust tær evropeiskir meistarar og í 2004 máttu tær lata sær lynda at fáa silvur heiðursmerki. Fráfaringaravtalan við Jan Pytlick er galdandi frá 1. januar, og danska hondbóltssambandið veit enn einki at siga, um hvør verður nýggjur venjari hjá danska hondbóltsslandliðnum hjá kvinnum. Løgreglan fekk í morgun boð um at ein maður koyrdi ávirkaður, men tá løgreglan kom á staðið var hann farin útav vegnum. Maðurin var illur í sær, tá løgreglan kom á staðið. Tað vísti seg at maðurin hevði latið skot av byrsu fyrr á degnum, og maðurin varð handtikin. Maðurin, sum er miðskeiðis í 20 unum, verður tó ikki framstillaður í grundlógarforhoyri, tí ákæruvaldið metur ikki, at nóg stór hóttan var í tí, sum maðurin gjørdi, og stostatt er grundalag ikki fyri at fongsla hann. Hann verður tó ákærdur fyri at hava koyrt fullur og fyri at hava latið skot av út gjøgnum vindeygað í húsinum. Kristina Christiansen, vakthavandi greiðir frá. Boð eftir løgregluni í Havn Í gjárkvøldið vóru boð eftir løgregluni at koma til eitt skeinkingarstað í Havn, har ein 22 ára gamal maður hevur tikið kvørkratak á ein av durðavørðunum. Durðavørðurin hevði givið unga manninum boð um at fara út, tí hann var ov fullur. Ungi maðurin tók so fast kvørkratak, at durðavørðurin fekk ikki luft. Hann megnaði tó at skræða seg leysan frá manninum. 22 ára gamli maðurin varð handtikin, og svevur nú rúsin av sær í einum kliva í Klaksvík. Løgreglan kannar málið sum eitt harðskapsmál. Brævkassasøgan um vinkonurnar í keypmannahavn, sum høvdu havt eitt heldur erotisk upplivilsi saman, er tann mest lisnað søgan hjá ungdómspallinum í Kringvarpinum, Røddin . Fúla hússj, søgan sum hon verður kallað telist eisini millum tær mest lisnu søgunar yvirhøvur hjá Kringvarpinum í ár. Røddin, ið er ungdómspallurin hjá Kringvarpinum, hevur gjørt ein topp 20 lista yvir tær mest umtóktu greinarnar í 2014. Hóast søgan um vinkonurnar í Keypamannahavn var tann, ið flest fólk hava trýst á, so eru fleiri søgur sera væl vitjaðar. Redaktiónin á Røddini skrivar á teirra ungdómssíðu, at serliga eru tað persóns og lagnusøgur, ið flest fólk vitja. Tað var um midnáttarleitið, okkara tíð, at eitt flogfar hjá AirAisia Indonesia, sum er dótturfelag hjá malaisiska felagnum AirAsia Malaysia, hvarv. Flogfarið var á veg úr Indonesia til Singapore við 162 ferðafólkum. Leitað hevur verið eftir flogfarinum vestanfyri oynna Borneo, á knattstøðuni, har flogfarið seinast varð satt á radaranum. Á heimasíðuni hjá flogfelagnum verður sagt, at flogfarið, sum er av slanum Airbus A320 200, fór frá altjóða lufthavnini Sura baya í Indonesia. Singapore, Maleisia og Avstralia hava boðið sær til at hjálpa í leitinigini eftir flogfarinum. Vánaligt veður er á leiðini, har leitað hevur verið eftir flogfarinum. Um viðrar, verður leiting uppafturtikin tá tað verður ljóst aftur, sigur Hadi Mustofa, embætismaður í indonesiska flutningsmálaráðnum, við AFP tíðindastovuna. Átakið snýr seg um, at tú teknar teg til eina SMS skipan hjá Fólkaheilsuráðnum, og at tú síðani fært stimbrandi sms boð yvir fartelefonina, tá tú hevur gjørt av, at nú skal leggja av. Tú meldar teg til nakrar dagar fyri stóra dagin og so fært tú javnan stuttar, hjálpandi boðskapir, sum stuðla tær í at halda fast við avgerðina. Hátturin hevur verið royndur uttanlands við góðum úrslitum. Tað merkir sostatt eisini, at tey, sum ynskja at leggja av á nýggjárinum eiga at fara undir fyrireikingina longu í dag, um tú vilt verða roykfríur á nýggjárinum. Send smsboð til 1919 og skriva Gevst Olaf Mortensen upplivdi heilt serliga hending um vikuskiftið í sínum arbeiði sum maskinmeistari umborð á einum bjaringarbáti í Norra Hann heldur at norsku myndugleikarnir bóru seg skeivt at, í royndini at burturbeina ein deyðan hval, nú henda sjáldsama arbeiðsuppgávan í bjargingartænastuni í Norra er av. Hósdagin varð eldur settur á eina mosku í Eskilstuna í Svøríki, og fimm fólk fingu skaða. Sambært einum sjónarvátti varð ein brennandi lutur tveittur inn í moskuna, áðrenn eldurin kyknaði. Hetta er onnur ferðin, at Klaksvíkar kommuna letur heiðursløn til eitt listarfólk, sum hevur avrikað nakað serstakt og sett Klaksvíkina á landakortið. Í summar og í heyst skipaðu hvalbingar fyri filmsupptøkum av fuglaveiðu og fjallgongu í Lítlu Dímun. Burtur úr hesum tilfari hevur Uni Arge gjørt eina frásøgumynd til útvarp. Sølvá er ættað úr Sølgørðum í Kaldbak, dóttir Ebbu f. Simonsen úr Hoyvík og Poul Wang úr Kaldbak. Hon búði í Ovaru Sølgørðum til hon fór til Havnar at arbeiða í húsi og ganga á handilsskúla. Fyrst í sekstiárunum fór hon niður á forskúla og lærdi síðani á Sjúkrasystraskúla Føroya í Havn. Arbeiddi eitt skifti í Keypmannahavn og annað skifti í Skotlandi. Í 1968 giftist Sólvá Patursson tilstundandi bóndanum á Kirkjubøgarði, Pálli Patursson. Brúdleypsferðin var ein dansiferð til Noregs. Nýgift tók Sølvá Patursson eina eykaútbúgving, sum kravdist fyri at vera lærari á Sjúkrasystraskúlanum. Tá hon kom aftur í 1969, hevði maðurin fest Kirkjubøgarð. Matmóðurin arbeiddi í fleiri ár á skúlanum. Í 1978 varð Sølvá vald til formann í føroyska sjúkrasystrafelagnum, eini deild av danska sjúkrasystraráðnum. Har sat hon í seks ár, tá hon burtur av fór at arbeiða á garðinum saman við manni, børnum og øðrum. Nógv varð eisini gjørt burtur úr ferðavinnu og borðreiðing í Roykstovuni. Sølvá hevur verið einkja síðani 2004. Nú situr sonurin Jóannes við festinum, men hon býr í grannalagnum. Summi nýta síðsta dagin av árinum yvir kjøtgrýtuni ella við at pynta til tað heilt stóra gildið. Onnur velja at fara ein gongurtúr niðan á fjall. Tað royna tey í øllum førum í Hvalba. Nýggjársdag savnast tey nøkur og ganga niðan á Grímsfjall. Árið 2014 hevur verið eitt ár við stórum politiskum avgerðum, sum bæði hevur skapt øsing og fragd millum føroyingar. Árni Gregersen og Jón Brian Hvidtfeldt meta um politiska árið og spáða um 2015. Ann Andreasen arbeiðir sum leiðari á einum barnaheimi í grønlandi. Hevur hevur seinastu árini staðið fyri filminum Inuk , sum snýr seg um ein dron, sum eftir trupla hending skal finna seg til rættis. Filmurin er júst farin í danskar biografar og donsku miðlarnir geva filminum sera gott ummæli. Ann Andreasen vitjaði í útvarpsstovuni í Morgun saman við tónleikaskaldinum, Justin La valle, sum hevur gjørt tónleikin til Inuk. Um eitt lítið ár verður leikurin Rósa Maria sýndur í Norðulandhúsinum. Tað er ein sokallað teaturkonsert og fyrsta av sínum slag í Føroyum. Upptøkuroyndinar vóru í gjár og halda fram í dag. Undirtøkan hevur verið stór 25 fólk í gjár og 30 fólk væntast í dag. Tað sigur Petur Mohr Reinert, fyriskipari. Línuskipini ætla at byrja fyrst í nýggja árinum, meðan trolararnir vilja bíða til hálvan februar at fara til Nýfundlands, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sum hevur lýst kunngerðina fyri fiskiskapin á Flemish Cap Málini fyri umsetningin í ferðavinnuni vórðu orðað í 2012, og tey ganga fram til 2020, tá umsetningurin skal vera eina milliard krónur. Gurið Højgaard sigur, at tey kanska vóru nakað varin í 2012, tá málini vórðu sett, men avgerandi fyri framburðin hevur heilt víst verið, at játtanin til ferðavinnuna er tvífaldað. Tað er Hagstovan, sum hevur kannað, hvørji árin ferðafólk hava á føroyska búskapin. Hagstovan sigur í frágreiðingini, at um ferðavinnan skal samanberast við BTÚ, er skilabest at nýta virðisøkingina heldur enn umsetningin í ferðavinnuni. Hendan uppgerðin vísir, at virðisøkingin í ferðavinnuni var 1,6 prosent av BTÚ í 2013. Jón Brian Hvidtfeldt tosaði við Gurið Højgaard, stjóra í Visit Faroe Islands. Samrøðan verður send í fullum líki í sendingini Árið, ið fer og tað verður klokkan 13 nýggjársaftan Eitt Orion flogfar hevur sæð okkurt nærindis Nangka oynni umleið 1000 kilometrar, haðani flogfarið hjá Air Asia hvarv, men ein kommandørur í indonesiska flogvápninum sigur, at tað er ikki vist, at lutirnir frá horvna flogfarinum. Higartil hevur eingin váttað, at flogfarið er dottið niður, men eingin hevur frætt nakað aftur frá flogfarinum, síðani flogskiparin bað um loyvi at broyta kós, tí illveður var á leiðini. Leitingin varð tikin uppaftur tíðliga í morgun, og leitað verður bæði við flogførum og skipum. Flogfarið, sum malaysiska lágprísfelagið Air Asia eigur, var á veg úr Indonesia til Singapore, tá tað brádliga hvarv. Malaysia Airlines hevur mist tvey flogfør í hesum árinum. Fyrst hvarv eitt flogfar við 239 ferðafólkum, tá tað var á veg úr Kuala Lumpur til Beijing. Hetta flogfarið er ongantíð funnið, og 17. juli var eitt flogfar hjá Malaysia Airlines skotið niður yvir eystara parti av Ukraina. Øll 298 fólkini, sum vóru við flogfarinum, doyðu. Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri hjá Tórshavnar kommunu, sum er ovasti leiðari fyri eldraøkið sigur, at enn vanta høli til Heilsuhúsið, sum skal samskipa tilboð og tænastur innan eldraøkið. Ætlanin er ikki at byggja nýtt hús til tænastuna, men finna hóskandi hølið til nýggju heilsutænastuna, sigur Jóan Petur Hentze Heilsuhúsið letur upp 2. januar. Meta av Fløtum er leiðari fyri Heilsuhúsið og allari Heilsu og umsorganartænastuni Eldraøkið fer at seta dám á virksemið hjá Runavíkar kommunu næsta ár. Kommunan keypir saman við Nes og Sjóvar kommunum partin hjá Sunda , Eiðis , Fuglafjarðar og Eysturkommunu í Eysturoyar røktar og ellisheimi. Samstundis keypir kommunan sær eisini ognarlut í eldrasambýlunum á Toftum og Strondum. Og tað kostar Runavíkar kommunu til samans 28,7 milliónir krónur. Men samstundis fær kommunan slakar 31 milliónir frá landinum til at reka eldraøkið í 2015. Runavíkar kommuna fegnast um avtaluna millum kommunurnar á Skálafjørðinum um heilsumiðstøð í Runavík. Ætlanin er, at ein stórur partur av heilsuveitingunum til borgarar, sum hava varandi sjúku, og til eldri sum frálíður skal vera í heilsudeplinum. Bara ein kommunulækni er í løtuni í føstum starvi á Heilsumiðstøðini í Runavík. Heilsutrygd søkti í september eftir tveimum kommunulæknum til Heilsumiðstøðina, men í fyrsta umfari vóru ov fáar umsóknir, og tí verður lýst aftur fyrst í nýggja árinum. 5.800 fólk eru í læknadøminum. Fíggjarætlanin hjá Runavíkar kommunu næsta ár er góðar 162 milliónir krónur Skattaprosentið er óbroytt, 22 prosent, og barnafrádrátturin er eisini óbroyttur, 5.000 krónur. Í sendingini greiða nakrir av manningini frá tilburðinum, og vit hitta eisini ein av russarunum, sum var við hesa lagnunátt á Flemish Cap. Skipara og navigatørfelagið hevur havt aðalfund í dag. Seks nevndarlimir stóðu fyri vali, og fýra teirra stillaðu ikki uppaftur, teirra millum formaðurin, Eyðstein Djurhuus. Nýggja nevndin sær nú soleiðis út, at Annfinnur Garðalíð er formaður, næstformaður er Elias Zachariassen og hinir í nevndini eru Ellindur Abrahamsen, Leivur Christiansen, Ólavur Biskopstøð, Andrias Højgaard og Kristin Friis. Nývaldir í nevndina eru Niels Nielsen, Annfinn Fagraklett, Jan Haldansen og Svenning Borg. 1.200 limir eru í Skipara og navigatørfelagnum, helvtin av teimum eru virknir limir, sum felagið hevur sáttmála fyri, og hin helvtin eru teir, sum sigla við útlendskum skipum. Sáttmálin fyri fiskiskip er uppsagdur til at fara úr gildi við ársskiftið, og sáttmálin fyri farma og frálandaskip kann sigast upp til 1. mars 2015. Í 2007 var ambitiøsa frágreiðingin um Visjón 2015 handa landsstýrinum. 130 fólk í 13 visjónsbólkum høvdu skrivað 250 blasíður. Álitið kostaði fleiri hundrað túsund krónur. Nógv átøk eru ikki sett í verk. Føroyar eru ikki limur í EFTA ella WTO. Formligu viðurskiftini við danska ríkið, sum var størsta forðingin fyri at Føroyar kunnu luttaka á jøvnum føti við onnur lond, sum Visjónin metti, eru at kalla óbroytt.Vit dálka ikki so lítið sum ætlað, vit hava onga sendistovu í USA og Sveis ella konsulát í Grønlandi. Atlantsflog og Føroya Tele eru ikki einskild. Tað eru ikki sjey kommunur í Føroyum. Nólsoyingar hava ikki fingið nýggja farleið, og sjómannafrádrátturin er ikki avtikin. Flugubein kann setast við nøkur av málunum Tað eru fleiri lesandi, kortini ikki so nógv, sum visjónin ætlaði, granskingin hevur nú betri sømdir, kortini ikki so góðar, sum visjónin ætlaði, ferðavinnan hevur størri umsetning, og samferðslukervið skal nú mennast við tveimum undirsjóvartunlum. Ársskiftið nærkast, hósdagin skriva vit 2015. Í skuffunum í Tinganesi er átta ára gamla fráðgreingin um Føroyar í 2015 landið, sum skuldi verða millum heimsins bestu lond at búgva í. Í 2007 var ambitiøsa frágreiðingin um Visjón 2015 handa landsstýrinum. 130 fólk í 13 visjónsbólkum høvdu skrivað 250 blasíður. Álitið kostaði fleiri hundrað túsund krónur. Nógv átøk eru ikki sett í verk. Føroyar eru ikki limur í EFTA ella WTO. Formligu viðurskiftini við danska ríkið, sum var størsta forðingin fyri at Føroyar kunnu luttaka á jøvnum føti við onnur lond, sum Visjónin metti, eru at kalla óbroytt.Vit dálka ikki so lítið sum ætlað, vit hava onga sendistovu í USA og Sveis ella konsulát í Grønlandi. Atlantsflog og Føroya Tele eru ikki einskild. Tað eru ikki sjey kommunur í Føroyum. Nólsoyingar hava ikki fingið nýggja farleið, og sjómannafrádrátturin er ikki avtikin. Flugubein kann setast við nøkur av málunum Tað eru fleiri lesandi, kortini ikki so nógv, sum visjónin ætlaði, granskingin hevur nú betri sømdir, kortini ikki so góðar, sum visjónin ætlaði, ferðavinnan hevur størri umsetning, og samferðslukervið skal nú mennast við tveimum undirsjóvartunlum. Ársskiftið nærkast, hósdagin skriva vit 2015. Í skuffunum í Tinganesi er átta ára gamla fráðgreingin um Føroyar í 2015 landið, sum skuldi verða millum heimsins bestu lond at búgva í. Í keypilógini er ikki ásettur nakar iðranarrættur. Um møguleiki er at angra keypið, er hetta ein tænasta, ið handilin veitir, og tí kann handilin sum meginreglu seta treytirnar fyri hesi tænastu. Uppteljingin hjá Eyðfinni Magnussen vísir, at í gjár vóru 6.500 harur skotnar hagartil í ár. Stinnastu veiðumenninir eru vestmenningar. Men eru teir eisini bestu skjúttar Tað royndu vit at finna útav í dag Vrakpettini eru reyð og hvít, sum eisini eru litirnir á horvna flogfarinum. Vit kanna, um teir eru av Air Asia flogfarinum, men nógv bendir á tað, sigur leiðarin á flogferðslueindini hjá indonesiska flutningsmálaráðnum. Vrakpettini eru staðfest út fyri oynni Borneo, sum hoyrir til Indonesia. Sambært indonesiska flogvápninum eru umleið 10 vrakpetti staðfest á einum øki einar 10 kilometrar, haðani flogfarið hvarv á radaranum. Sambært myndugleikunum vóru tey deyðu ikki í bjargingarvesti, tá tey vórðu funnin. Tyrlur hjá indonesiska flogvápninum eru farin at taka líkini upp. Flogfarið hvarv sunnudagin, tá tað var á veg úr Indonesia til Singapore. 162 fólk vóru við flogfarinum, av teimum vóru 155 ferðafólk. Seinastu árini eru nýggj prógv komin undan kavi, sum vísa, at kanska varð ein brotsgerð framd, tá flogfarið við Dag Hammarskjøld datt niður. Dag Hammarskjøld doyði, tá flogfarið, hann var við, datt niður í fyrrverandi bretska hjálandinum Norðurrhodesia, sum nú er Sambia í 1961. Vanlukkan kravdi 16 mannalív. 56 ára gamli Hammarskjøld var á veg til friðartingingar í Kongo, tá flogfarið datt niður. Fyrstu kanningarnar vístu, at eitt mistak, sum flogskiparin gjørdi, var atvoldin til flogvanlukkuna. Men onnur halda, at leiguhermenn skutu flogfarið niður, tí Hammarskjøld styðjaði nýggju stjórnina í Kongo. Í fjør segði ein nevnd, sum løgfrøðingar mannaðu, at grundarlag var fyri at endurskoða umstøðurnar í sambandi við, at flogfarið við Dag Hammarskjøld datt niður. NÝGGJÁRSAFTAN Treytirnar í samband við bál og brennandi blikk fram við landsvegi eru annars hesar, skrivar Landsverk á heimasíðu síni Fyrst og fremst má veðrið verða til vildar, og bálbrenningin gjørd við skynsemi. Til dømis má ættin ikki hava við sær, at neistar og annað koma inn á vegin Bál skulu vera í minsta lagi 25 metrar frá landsvegnum Blikk skulu vera so langt vekk frá koyribreytini sum til ber og í minsta lagi 1 metur frá kantinum á koyribreytini og ikki ov nær bilverjuni heldur Blikkini skulu vera sett trygt, so tey ikki koppa. Harafturat má tryggjast, at brennievni ikki rennur úr blikkunum Vegøkið skal verða ruddað skjótast gjørligt dagin eftir Ábyrgdarpersónur við navni og telefonnummari skal verða uppskrivaður hjá lokala sløkkiliðnum Umframt hetta skulu øll onnur loyvi vera í lagi. Til dømis fráboðanir til myndugleikar og onnur viðkomandi Virksemi í samband við bálið má ikki tarna ferðsluni á landsvegnum ella vera til ampa fyri parkeraði akfør Hesar treytir eru settar fyri at ferðslan og ferðslutrygdin á landsvegunum ikki hevur ampa av nýggjárshaldinum. Tað eru lokalu sløkkiliðini, ið geva loyvi Stuðulin varð latin fyrstu ferð í juli í ár. Tá var ein hálv millión sett av á fíggjarlógini. 22 umsóknir komu inn, og níggju verkætlanir fingu stuðul. Sakaris Stórá fekk 40.000 krónur til at menna handritið til fyrsta spælifilmin. Ein annar leikstjóri, Anton Petersen, fekk stuðul til ein spælifilm, og Torfinnur Jákupsson fekk 50.000 krónur til at menna eina sjónvarpskrimi. Filmsstuðulin verður latin einstaklingum, bólkum ella feløgum. Hann kann veitast til ymsar tættir innan filmsgerð, millum annað søgu og hugskotsmenning, undanframleiðslu, framleiðslu, eftirframleiðslu og útbreiðslu. Kringvarpið skal lúka nakrar public service skyldur sigur Martin N. Simonsen. Hann sigur at tølini tala fyri at royndin at hava fjølbroytt tilfar á heimasíðuni eydnaðist í 2014. Hoyr Martin N. Simonsen, menningarleiðara greiða frá hvat varð mest vitjað á heimasíðuni í ár. 35 føroyskar fyritøkur, stovnar og kommunur eru við, og tað er tað mesta nakrantíð. Í fjør vóru eisini nógvar fyritøkur til tiltakið, tá vóru tær 32 í tali. Eisini hava nógv fólk bílagt sær eitt JobPrát, sum er ein óbindandi samrøða við fyritøkurnar. Meira enn 250 samrøður eru bílagdar, áðrenn Jobmatch letur dyrnar upp í dag, og tað er met. Endamálið við Jobmatch er at skapa og halda viðlíka sambandið millum føroyskar fyritøkur og stovnar, útisetar og lesandi føroyingar. Eisini er endamálið at skapa áhuga millum útisetar fyri at søkja størv, praktikpláss ella uppgávuevni til prosjektskriving hjá hesum fyritøkum og stovnum. Tiltakið byrjar klokkan 13 í dag, og møguleiki er hjá fólki at tosa við fyritøkur, stovnar og kommunur til klokkan 19. Klokkan sjey í kvøld verður kvøldseta. Høgno Lisberg fer at syngja og spæla, og síðani verður politiskur kjakfundur um Heildarætlanina um fólkaflyting og fólkavøkstur. Við pallborðið sita Jóhan Dahl, landsstýrismaður, og formenn og umboð fyri politisku flokkarnar á løgtingi. Orðstýrari verður Jón Brian Hvidtfeldt. Kavin, sum legði seg um jólaaftan, er skiftur út við regn og vind. Og soleiðis verður eisini ein stóran part av degnum í morgin, nýggjársaftan. Tað er tó møguleiki fyri, at turt verður um midnáttarleiti. Soleiðis sigur veðurkøni sjómansskúlalærarin, Hanus Kjølbro, um veðrið nýggjársaftan. Kyndlagongan er eitt av hæddarpunktunum nýggjársaftan í Vági. Seinnu árini eru kvinnurnar meira luttakandi í kyndlagonguni, tí tey hava syrgt fyri smærri faklum. Dennis Holm vil ikki avdúka hvussu nógvan pening nýggjársnevndin í Vági brúkar uppá nýggjárshaldið. Men hann sigur at dagurin er savnandi og borgararnir dáma sera væl tiltakið. Hoyr Jóhannu Andreassen, sum millum annað veitir kognitiva coaching, greiða frá um nýggjárslyftir, og hvat tú skalt gera, fyri at halda tey. Fleiri eru longu farin í hált við at fyrireika, hvussu tey við buldur og brakið skulu koma inn í nýggja árið. Men tað kann enda galið, og tí er neyðugt at vera varin. Eru nøkur av ráðunum frá sløkkiliðsleiðaranum á Tórshavnar Sløkkilið. Hoyr onnur góð ráð í samrøðuni. Sáttmálarnir hjá øllum ungdómslandsliðsvenjarunum hjá Fótbóltssambandinum og Føroya A landsliðsvenjaranum hjá kvinnum fara úr gildi um árskiftið. Vit hava fyrrapartin roynt at fingið eina viðmerking frá Virgari Hvidbro, aðalskrivara í Fótbóltssambandi Føroya, men tað hevur ikki eydnast. Við Sosialin hevur Virgar Hvidbro tó sagt, at hann vónar og væntar, at ein loysn er funnin um ársskiftið. Men sum vit hoyrdu, so er tað ikki støðan enn í øllum førum Hans Gammeltoft Hansen vónar tó at koma við einari niðurstøðu í fyrru helvt av 2015. Ein longri útgáva av samrøðuni við Hans Gammeltoft Hansen verður í sendingini Árið ið fer , sum kemur beint eftir tíðindasendingina á middegi í morgin. At limirnir eru nøgdir er størsta avbjóðingin hjá nýggja formanninum í Føroya Skipara og Navigatørfelag, Anfinni Garðalíð. Hann skal saman við hinum feløgunum fáa greiði á viðurskiftini hjá manningunum hjá Strandferðsluni, sum sigldu jóladag, uttan at vita, hvat tey fingu burturúr. Í januar byrja samráðingarnar fyri fiskiflotan, og seinni í vár verða samráðingar við reiðarafelagið fyri farmaskip. Avbjóðingarnar eru nógvar og stórar, sigur nýggi formaðurin í Føroya Skipara og Navigatørfelag, Anfinn Garðalíð. Í sendingini hoyra vit Gretu Svabo Bech, Martin Joensen, Guðrið Hansdóttir, Høgni Lisberg, Dánjal á Neystabø, AVE, ið eru Benjamin Petersen og Petur Pólson, Hans Marius Ziska og Sámal Ravsfjall. Í innslagnum verður tosað við Guðrun Eysturlíð, gongufólk, Djóna Kunoy, fyriskipara, Kára Jacobsen, gongufólk, og Guri Tórsdóttir, gongufólk. Í Føroya rætti varð skiparin á Anitu dømdur at rinda 300.000 krónur í bót og reiðarín 150.000 krónur í bót. Harafturat skal reiðaríið rinda slakar 280.000 krónur fyri fisk, sum varð tveittur fyri borð, og semja er um, at reiðaríið skal gjalda 1,6 milliónir krónur fyri at fáa reiðskapin aftur. Málið um Anitu var serstakt, tí sambært løgfrøðingunum hjá fútanum var talan um eindømi, og málið kundi tí ikki avgreiðast við sektaruppskoti, sum annars er vanligt í slíkum førum. Tí fór ákæruvaldið í rættin við hesum málinum. Ákærurnar vóru um skeivt førda dagbók, um nógv fleiri gørn enn Anita hevði loyvi til, gørn, sum stóðu alt ov leingi í sjónum, um fisk, sum var blakaður út, og um ov smáar meskar í garni, sum fiskaði havtasku. Bæði skiparin og reiðarin játtaðu seg sekar í Føroya rætti, men hildu tó, at í onkrum føri vóru linnandi umstøður. Tað helt rætturin eisini, og tí var dómurin móti skipara og reiðara 300.000 krónur linari enn ákæruvaldið kravdi. Tann 25.oktober boðaði løgmaður frá, at hann tók aftur, fyribils, veiðuloyvið og fiskiloyvið hjá Anitu til dómur er fallin í málinum móti skipara, reiðara og reiðaríi. Tí kann long tíð ganga til málið kemur í rættin. Men tá hvørgin parturin hevur valt at skjóta dómin inn fyri Landsrættin, er málið í veruleikanum avgreitt, og tí kann løgmaður taka endaliga støðu, um hann tekur loyvini frá Anitu med alla. Enn er Randi Karlotsdóttir ikki sloppin at flyta inn í íbúðina við Íslandsveg 22, sum Almannaverkið annars lovaði henni í summar. Familjan hevur fingið at vita, at yvirtøkudagurin nú eitur 1. januar 2015. Men tá tey settu seg í samband við sambýlið, fingu tey at vita, at tað verður ikki av nøkrum kortini, tí tá skulu starvsfólkini skipa seg. Randi kann helst ikki flyta inn fyrr enn um tríggjar fýra vikur. Síðan Heimið á Sýnini varð bygt fyrst í sjeytiárunum hevur ein sjálvsognarstovnur átt tað, men semja er gjørd millum sjálvsognarstovnin, kommunurnar í Vágum, Almannamálaráðið og Fíggjarmálaráðið um, at kommunurnar í Vágum yvirtaka heimið og standa fyri umvælingararbeiðinum. Kommunurnar byrja at rinda sín part av fíggingini aftur í januar 2015. Væntandi fer tað taka fýra ár og átta mánaðir at rinda skuldina. Ráðstevnan fer at viðgera seyðahald, ferðavinnu og annars tað, sum er tengt at landbúnaðinum í Føroyum, og serliga verður dentur lagdur á ætlanir um at einskilja landsjørðina. Á skránni verða fyrilestrar og framløgur, eitt nú leggur Umhvørvisstovan fram lendisætlanina fyri Føroyar, og framløgan verður grundarlag fyri kjakinum seinni um kvøldið. Nú við árslok eru trý ár, síðani Fíggjarligt støðufesti stevndi ovastu leiðslu í danska partinum av Eik Banka eftir 250 milliónum krónum. Jóhan Simonsen, deildastjóri í Fiskiveiðieftirlitinum, harmast um, at Fiskiveiðieftirlitið ikki fekk betri stundir at viðgera umsóknirnar. Kunngerðin um fiskiskapin, sum kann byrja nýggjársdag, varð ikki lýst fyrr enn annan jóladag Ítróttarfelagið Frælsi í Vágum hevur í nógv ár skipað fyri nýggjársrenning í Vatnsoyrum. Í fjør komu kirkjurnar í Vágum upp í tiltakið. Runnið varð úr Vatnsoyrum til Miðvágs kirkju, har ítrottarguðstænasta varð hildin. Úr Bø til Sørvágs Fyrsta dagin í 2015 verður runnið frá Bíggjar kirkju til Sørvágs kirkju. Byrjað verður kl.15.00. G uðstænasta verður hildin í Sørvágs kirkju, Inga Poulsen Dam, prest ur, prædikar. Øll, sum eru við, kunnu skifta í Sørvágs skúla. Formaðurin í Fólkaflokkinum, Jørgen Niclasen, er als ikki samdur við løgmann, tá løgmaður sigur, at vit eiga at taka í móti flóttafólkum í Føroyum. Fyrst í hesum árinum vóru Jørgen Niclasen og Rodmundur Nielsen, løgtingsmaður, í einari legu fyri sýrisk flóttafólk í Turkalandi, sum er grannaland hjá Sýria. Vit gera nógv størri mun við at hjálpa flóttafólkum í grannalondunum hjá landinum, tey rýma úr, við teimum pengum, sum vit hava til neyðhjálp, sigur Jørgen Niclasen Í grundgevingini segði Jógvan Skorðheim, borgarstjóri, at Edward Fuglø hevur verið við í listarligum arbeiði í øllum hugsandi listagreinum. Hann hevur skapt listaverk á lørifti, veggjum og aðrastaðni, og hevur lagt til rættis pallsetingar og búnar í sjónleiki, í filmi og framførslum av ymiskum slagi, og hevur skrivað og teknað heiðursløntar barnabøkur. At Edward Fuglø hevur tikið eina ferð úr einum minni umhvørvi og inn í føroysku hjørtuni og fólkasálina sæst millum annað aftur í, at hann ferð eftir ferð verður biðin um at gera list til skúlar og aðrar bygningar. Hann varð eisini kosin at skapa almennu føroysku gávuna til Margrethu drotning, tá hon hátíðarhelt 40 ára dagin sum drotning, segði Jógvan Skorheim millum annað, áðrenn hann handaði Edwardi Fuglø listavirðisløn Nólsoyar Páls uppá 75.000 krónur. Fleiri arbeiða í privata vinnulívinum, samlaðu lønargjaldingarnar og skattainntøkurnar vaksa, og útflutningurin er stórur. Føroyingar hava tíbetur arbeitt seg burtur úr búskaparkreppuni, sum framvegis tyngir londini uttan um okkum, segði løgmaður. Vit síggja, at fleiri lesa í Føroyum, og ta ð er gleðiligt, tí eitt vælútbúgvið, arbeiðssamt og framskygt fólk er lykilin til framgongd, segði løgmaður í nýggjársrøðuni. Hægsti rættur í Egyptalandi hevur avgjørt, at rættarmálið móti trimum journalistum hjá sjónvarpsrásini al Jazeera skal ganga umaftur. Ein teirra er avstralski Peter Greste, ið framman undan arbeiddi fyri bretska kringvarpið BBC. Al Jazeera journalistarnir vórðu handtiknir í desember mánað 2013 skuldsettir fyri at hava borið rong tíðindi og fyri at hava veitt einum bannaðum felagsskapi stuðul. Talan er um Muslimska brøðralagið, flokkin hjá frákoyrda forsetanum Mohammed Morsi, sum herurin setti frá valdinum. Journalistarnir hjá al Jazeera hava alla tíðina hildið fast um, at tað einasta teir hava gjørt er at siga frá tí, sum hendi kring forsetaskiftið og frá tí ófriði, sum var millum viðhaldsfólk og mótstøðufólk hjá Muslimska brøðralagnum. Verjarnir siga, at ákæruvaldið nú hevur viðurkent, at dómurin ber álvarslig brek. Eitt nýtt rættarmál fer at verða hildið innan ein mánað, men hesa tíðina verða teir tríggur journalistarnir sitandi í varðhaldi. Fólk í túsundatali vóru savnaði á søguliga havnarlagnum vestaru megin Huang pu ánna, at síggja fýrverkið og bjóða nýggja árinum vælkomnum, tá ein partur av mannamúgvuni knappliga fór at renna og taka upp pengaseðlar, sum vóru blakaðir niður úr einum húsum nærhendis. Fyrstu fólkini, ið tustu avstað, duttu um hvørt annað, og onnur endaðu omaná teimum soleiðis, at fólk komu at liggja undir og vóru traðkaði í hel. 36 doyðu og 47 hava fingið skaða, verður sagt. Í Shanghai búgva 23 milliónir fólk, og har plagar eitt lasara show at vera víst í miðbýnum nýggjársaftan, men tað hevur ikki verið gjørt seinatu árini, tí tað hevur ikki borið myndugleikunum til at hava tamarhald á mannamúgvuni. Tað boðaði hann frá í sjónvarpaðu nýggjársrøðu síni og segði, at fundirnir kundu vera í suðurkoreanska høvuðsstaðnum Seoul, í norðurkoreanska høvuðsstaðnum Pyongyang ella í onkrum øðrum norðurkoreanskum ella suðurkoreanskum býi. Suðurkoreanski ráðharrin fyri sameining sigur í eini viðmerking, at vónandi verða innihaldsríkar samrøður landanna millum og uttan avmarkingar settar frammanundan. Nakrar dagar áðrenn norðurkoreanski forsetin helt nýggjársrøðuna, hevði suðurkoreanski sameiningarmálaráðharrin heitt á Norðurkorea um samráðingar við tí endamáli at sameina familjur, sum kríggið millum Norðurkorea og Suðurkorea í fimtiárunum hevði skilt sundur. Slíkar samráðingar hava áður verið, tær seinastu vóru í oktober mánað, men slitnaðu. Í røðuni til norðurkoreanska fólkið segði Kim Jong un seg harmast um støðuna og skilnaðin millum Norður og Suðurkorea, men seinni í røðuni fordømdi hann felags hernaðarvenjingarnar millum USA og Suðurkorea og segði, at tær gjørdu støðuna spenta á koreansku hálvoynni. Við slíkum venjingum, ið leggja upp til krígsatgerðir, er ikki gjørligt at skapa álit partanna millum, og framgongd verður ikki í viðurskiftunum millum londini, segði norðurkoreanski forsetin. Eygleiðarar halda, at røðan hjá Kim Jung un kann bera boð um broytingar, men teir siga, at Norðurkorea er illgrunasamt og at verandi forsetin, eins og undanfarnu einaræðisharrarnir halda Suðurkorea hava í hyggju at leggja Norðurkorea undir suðurkoreanskt vald. Nú er tað bert fyrrverandi grønlendski landstingsformaðurin, Kuupik Kleist, sum skyldar grønlendska landskassanum pengar. Tað stendur í frágreiðingini sum varð gjørt fyri valið, og sum varð almannakunngjørd fyri árslok. Grannskoðaranevndin hjá landstinginum bað um frágreiðingina, eftir at tað kom undan kavi, at fleiri limir í landstinginum skuldu skylda landinum pengar, og tað hevði eisini við sær, at val varð útskrivað. Hon vísir, at Aleqa Hammond, Ane Hansen, Anthon Frederiksen, Kuupik V. Kleist, Mimi Karlsen, Ove Karl Berthelsen og Steen Lynge hava skyldað landskassanum pengar. Men øll uttan Kuupik Kleist hava goldið pengarnar aftur. Kuupik Kleist skyldaði eitt skifti landskassanum góðar 100.000 krónur, sum vórðu nýttar til ferðir hjá honum og familjuni. Nakað er goldið aftur, men hann skyldar framvegis um 20.000 krónur, stendur í frágreiðingini. Aleqa Hammond skyldaði ett skifti slakar 200.000 krónur, men tá frágreiðingin varð gjørd, hevði hon rindað landskassanum allar pengarnar aftur. Anthon Frederiksen hevði í tíðarskeiðinum skyldað landskassanum góðar 50.000 krónur, Ove Karl Berthelsens slakar 18.000 krónur, og Mimi Karlsen slakar 3.000 krónur Tey hava øll rindað landskassanum pengarnar aftur, stendur í frágreiðingini. Kim Kielsen, landsstýrisformaður vil ikki gera viðmerkingar til frágreiðingina fyrr enn hálvan januar, skrivar grønlendska kringvarpið. Kanye West hátíðarheldur nýggjárið við einum yvirraskilsi, nemliga einum nýggjum sangi. Sangurin, Only One, er eitt minni um mammuna og er gjørdur saman við Paul McCartney. Anna Maria Wraae heldur ikki at grundin til ræðuleikan í Shanghai var tí, at fólk hildu at pengaseðlar blivu tveittir út til mannamúgvuna. Hon sigur hetta sum miðlarnir vilja vera við hendi áðrenn midnátt. Hon er av tí sannføring at tað vóru heilt einkult ov nógv fólk samlað til nýggjárshaldið. Anna Maria Wraae og vinkona hennara Eyðir Pálsdóttir vóru á veg á eina kaf , men vórðu ótilvitað bráddliga við í eini skumpandi mannamúgvu. Hoyr Onnu Mariu Wraae greiða frá hendingini Nýggjársaftan segði Johan Simonsen, deildarleiðari á Vørn, við Útvarpið, at ein møguleiki er at brúka lutakast, tá loyvini skulu skrivast. Rógvi Reinert, aðalstjóri í Fiskimálaráðnum, sigur, at málið um makrelin í ES sjógvi er liðugt avgreitt frá ráðnum, tí kunngerðin er lýst. Rógvi Reinert vil tó ikki her og nú taka støðu til, um Fiskimálaráðið heldur, at heimild er at brúka lutakast, tá makrelloyvini í ES sjógvi skulu latast. 81.300 fólk søktu í fjør um uppihaldsloyvi í Svøríki, og 77 prosent av teimum fingu loyvi at verða verandi í landinum, upplýsa svensku myndugleikarnir. Helvtin av fólkunum vóru úr Sýria. Ikki síðani kríggj herjaði á Balkan í 90unum, hevur Svøríki tikið ímóti so nógvum flóttafólkum sum í fjør. Í 1992 søktu 84.000 fólk um uppihaldsloyvi í Svøríki. 11.500 fólk vóru úr Eritrea, 4.800 úr Somalia og 3.100 fólk vóru úr Afghanistan. Svøríki hevur gjørt av, at øll úr Sýria og Eritrea skulu fáa uppihaldsloyvi, meðan ikki øll úr øðrum londum fáa loyvi at verða verandi í landinum. Tey sum oftast verða send heim aftur, eru fólk úr Kosovo, Bosnia, Serbia, Makedonia og Albania. Svøríki er tað landið í Europa sum tekur ímóti flest flóttafólkum eftir fólkatalinum. Bert Týskland tekur ímóti fleiri flóttafólkum. Fleiri ferðir komu átta ára gamli Jóni og mamma hansara, Marin, framvið Gamla Bókhandlii í Havn, og Jóni helt at standmyndin uttanfyri sá sera køld út. Jóni helt at tað hevði verið gott, um standmyndin fekk eina húgvu. Heimkomin gav mamman sær stundir at binda eina húgvu, og áðrenn jólini komu av álvara, fóru Jóni og lítlibeiggin, Tóki, at seta nýggja húgvu á høvdi á standmyndini. Italski herflotin royndi í nátt at koma umborð á eitt farmaskip við 450 flóttafólkum umborð, sum rekur ímóti italsku strindini. Manningin er rýmd av skipinum og motorurin er slóknaður. 73 metrar langa skipið, Ezadeen, er skrásett í Sierra Leone, tað er næstan 50 ára gamalt og varð á veg av Kypros til franska havnabýin, Sete. Eitt av flóttafólkunum umborð fekk samband við italsku sjóverjuna, og greiddi frá, at manningin var farin av skipinum. Italska verjan hevur biðið íslendska sjóverjuskipið, Týr, um hjálp. Týr er í økinum, tí skipið er partur av Frontex ætlanini hjá ES, sum er um at verja ytstu markini í samveldinum. Tríggir læknar eru umborð á Tyr, og ætlanin er, at teir við tyrlu skulu flytast umborð á farmaskipið. Mánadagin fór italska sjóverjan umborð á eitt annað farmaskip, har 700 flóttafólk úr Sýria vóru umborð. Manningin var eisini farin av tí skipinum, sum sigldi við sjálvstýrara. Tað skipið er skrásett í Moldova. Skipið var bara fýra fjórðingar úr landi, tá tað eydnaðist italsku sjóverjuni at steðga tí. Yvir 170.000 fólk royndu í fjør at koma úr Miðeystri og Norðurafrika til Italia. Helvtin er úr Sýria og Eritrea. Fólk í túsundatali eru eisini sjólátin í royndi at sleppa til Europa. Árstíðin at fara á skíferð er byrjað. Tað er nógvir føroyingar, sum hvørt ár fara uttanlands á skíferð, men eisini eru tað fleiri, sum standa á skí í Føroyum. Á Sornfelli er ein leið rudda til endamálið. Har ber til at standa á skí áleið 30 dagar um árið. Hoyr Kára Árting, formann í føroyska skífelagnum, Fjalir, greiða frá um ítróttin og hvørji støð í Evropa eru góð at fara á skíferð. Vit hyggja aftur á nøkur av málunum, sum merktu farandi árið. Við aktuellum gestum líta vit aftur á málini, seta tey í perspektiv og hyggja inn í 2015. Á landi gjørdu myndugleikarnir alt fyri at sleppa undan oljuni, og við vindmyllulundini í Húsahaganum kom føroyska samfelagið eitt stórt fet nærri grøna málinum. Á politiska pallinum var eisini harðligt viðhvørt. Ikki minni enn tvær ferðir skuldi ein landsstýrismaður vigast á politisku vektini, tí andstøðan reisti misálit. Uttanríkispolitiskt gjørdu Føroyar semju um nógv umstrídda makrelfiskiskapin ein semja, sum bæði gav Føroyum nógv meira í sín part, og tók burtur ES boykottið á føroyskan makrel og sild. Í heyst komu Føroyar inn í russiska hitan, tá tað av stórpolitiskum ávum kølnaði millum Russland og evropeiska samveldið. Fiskivinnupolitiskt skuldi farandi árið setast ferð á eina nýskipan av okkara fiskivinnu. Samstundis reistu málið um garnaskipið Anitu og ein niðurstøða hjá Umboðsmanninum spurningar, ið stinga djúpt inn í fiskivinnuna. Gestir í sendingini eru Hans Gammeltoft Hansen, Jan Múller, Kári Mortensen, Guðrið Højgaard, Anfinn Olsen, Kjartan Hoydal, Karin Kjølbro, Árni Gregersen, Sveinur Tróndarson, Jacob Vestergaard, Páll Holm Johannesen, Marita Rasmussen, Eyðun Christiansen, Sverri Hansen. Renn.fo skrivar, at Marna var tveir minuttir framman fyri nummar tvey, sum var danski liðfelagin úr felagnum Sparta, Michelle Poulsen. Hann hevur valt at liva av tónleiki og hevur fyri stuttum givið eina fløgu út. Tað áhugaverda er at fløgan er ókeypis og kann takast beinleiðis niður av alnetinum. Dánjal Rói Olsen ger sín egna tónleik og fyri mesta snúgva teir um kærleikan hann hevur fyri unnustu hansara. Hann hevur møtt sínum umboðsmanni og í løtuni skal hann lesa eitt sáttmála í gjøgnum. Men talan er ikki bert um ein og hvønn, umboðsmaðurin er nevniliga hann, sum fann Sam Smith. Tí ber ikki til at siga, um talið er tað sama her sum í heiminum annars. Sameindu Tjóðir meta, at sjeynda hvørt fólk í heiminum ber brek. Í dag eru okkurt um sjey milliardir fólk í heiminum. ST metir, at ein milliard teirra bera brek. Brek verður í hesum høpi allýst sera breitt og fevnir bæði um sálarlig og likamlig brek í størri og minni vavi. Ráðið fyri brekað sigur, at tað veit ikki, um sjeynda hvørt fólk í Føroyum ber brek. Eingi hagtøl eru um tað í Føroyum. Men vit vita, sigur Ráðið fyri brekað, at 24 feløg eru í MBF, Meginfelagi teirra brekaðu í Føroyum. Hesi feløg hava 4.000 limir, átta prosent av fólkinum í Føroyum, sum svara til tólvta hvørt fólk í landinum. Ráðið fyri brekað vil hava betri hagtøl í 2015. Tey eru ein fortreyt fyri at kunna hjálpa teimum, sum bera brek, á bestan hátt, sigur Ráðið fyri brekað. 270 roykjarar, sum hava sett sær fyri at leggja av í ár, hava boðað Fólkaheilsuráðnum frá, at tey eru við í átakinum Kom og legg av 2015 . Fólkaheilsuráðið boðar frá, at átakið er ikki nakað nýggjárslyfti sum so, tí til ber at koma upp í átakið alt árið. Royndirnar í 2013 og 2014 vísa, at nógv koma við í januar. Kom og legg av 2015 er skipað soleiðis, at roykjarar javnan í tveir mánaðir fáa stimbrandi sms boð, stuttar, hjálpandi boðskapir, sum stuðla teimum í at halda fast við avgerðina um at leggja av. Sms boðini eru ókeypis. Hesin háttur er royndur uttanlands við góðum úrslitum, sigur Fólkaheilsuráðið. Sambært Fólkaheilsuráðnum og Gallup roykir fimti hvør vaksni føroyingur hvønn dag. Og børnini roykja nærum líka illa sum foreldrini. Deildin fyri Arbeiðs og Almannaheilsu hevur gjørt kanningar í nógv ár. Tær vísa, at næstan ein fimtingur av teimum 15 ára gomlu í Føroyum siga seg roykja dagliga. Fólkaheilsuráðið veit ikki, hví so nógvir tannáringar í Føroyum fara at roykja. Men fyrimyndir hava heilt víst týdning, millum annað, at tey ungu síggja foreldrini roykja. Løgmaður heldur, at vit skulu hjálpa útlendingum í neyð. Vit skulu nú hava kjak um okkara ábyrgd fyri flóttafólkum, og stendur tað til løgmann, skulu Føroyar taka ímóti nøkrum tíggjutals familjum, sum eru flóttafólk. Men tað er ikki bara bara. Tí tað er ein sera krevjandi uppgáva at taka ímóti flóttafólkum. Og haraftrat er tað eisini ivasamt, um Føroyar sum partur av Danmark kunnu yvirtaka flóttafólkaøkið. Bólkurin sigur, at flóttafólkamál eru torgreidd. Tað sum er serligt við økinum er, at tað er fevnt av ymiskum altjóða sáttmálum, sum skulu haldast. Og hetta má politiska skipanin leggja uppfyri, um hon ætlar sær at yvirtaka flóttafólkaøkið. Og haraftrat hava flóttafólk ein heilt serligan tørv, sum aðrir innflytarar ikki hava. Tey hava millum annað tørv á serligari sálarligari og kropsligari viðgerð. Tey hava verið fyri sálarløstandi upplivingum annars verða tey ikki viðurkend sum flóttafólk. Og ofta hava tey verið fyri skipaðari og áhaldandi píning. Haraftrat hava tey ofta í tilveruni sum flóttafólk fingið ymiskar sjúkur, sum ikki eru vanligar um okkara leiðir. Teimum tørvar tí viðgerð, oftast psykiatriska og sosialfakliga viðgerð, sum Føroyar í flestu førum ikki fara at megna at veita, tí neyðugu førleikarnir eru ikki í landinum, skrivar arbeiðsbólkurin í álitinum. Ein annar trupulleiki, sum er tengdur at hesum, er at hava neyðugu tulkarnar. Viðgerðin sum flóttafólkini skulu hava, krevur aloftast, at flóttafólkini og tey sum viðgera, kunnu samskifta støðugt og neyvt. Hetta er ein ovurhonds trupulleiki, tí ongin skipað tulkatænasta er, sigur arbeiðsbólkurin. Tað gongur upp hjá ríkum vælskipaðum smátjóðum, sum til dømis danmark at veita nøktandi viðgerðir og tilboð, og hetta verður luftalsliga nógvar ferðir truplari hjá pinkutjóð sum Føroyum. Føroyar kunnu gera avtalur við viðgerandi serfrøðingar og tulkar uttanlands, sum koma regluliga til Føroya at geva hesar viðgerðirnar, men hetta verður dýrt, ávarar arbeiðsbólkurin. Og so verða avbjóðingar í fólkaskúlanum. Myndugleikarnir kunnu kanska liva við, at børn hjá útlendingum ikki fáa móðurmálsundirvísing, men tað ber neyvan at sleppa undan hesari skylduni, tá tað snýr seg um flóttafólk. Og haraftrat hava fleiri av børnunum serligan tørv á undirvísing ella tilboðum í skúlanum, tí tey eru ávirkað sálarliga av skakandi upplivingunum tey hava verið fyri. Og sum er gongst illa at veita atferðartruplum ella børnum við serligum tørvi ta undirvísingina, tey hava brúk fyri, sigur arbeiðsbólkurin. Og bólkurin nevnir eisini onnur viðurskifti so sum trupulleikar at útvega bústaðir, átrúnaðarligar forðingar, at málsviðgerðin av umsóknum um friðskjól er sera krevjandi og at tað er ivasamt, um Føroyar í verandi ríkisfelagsskapsstøðu hava skyldu ella heimildir at yvirtaka flóttaøkið. Orkan í allari hesari oljuni svarar til dupult so nógv sum elorkan, sum varð gjørd í Føroyum í fjør. Tað sigur Jarðfeingi í einari støðulýsing, sum eitur Føroyar á grønari kós. Sambært almenna umhvørvis og orkupolitikkinum skal oljunýtslan minka minst 20 prosent, 45.000 tons um árið, næstu árini. Jarðfeingi mælir til at brúka avlops vindorku til at pumpa vatnið niðan, so tað kann brúkast í vatnorkuverkum. Vindpumpuskipanir eiga at verða bygdar sum skjótast, sigur Jarðfeingi. Harafturat ber til at fáa nógv meira burtur úr vatnorku við at hækka byrgingarnar nakrar metrar. Aðrir møguleikar ar sleppa undan oljuni eru sólorka, sjóvarfalsorka, alduorka og bjálving. Sólsellur eru vorðnar so nógv bílígari seinastu árini, at sólorka er kappingarfør við olju. Kanningar eiga alt fyri eitt at verða gjørdar, hvussu sólorka best kann útbyggjast í Føroyum, sigur Jarðfeingi. Men tað verður trupult at fáa lønandi orkuframleiðslu úr sjóvarfallinum í Føroyum í bræði, sigur Jarðfeingi eisini. Og alduorka er heldur ikki á gáttini. Fyri nøkrum árum síðan vóru ætlanir um at gera alduorkuverk á Vágoynni. Neyðuga fíggingin fekst ikki til vegar. Tá havt verður í huga, at tøknin framvegis ikki er ment, var tað helst best, at farið varð ikki víðari við teirri verkætlanini tá. Men torført er at finna loysnir, so sleppast kann undan oljunýtsluni hjá skipum, ásannar Jarðfeingi. Hon hevur øll árini arbeitt á Bakkafrosti, men minnist afturá, hvussu torført tað var, tá uppihalds og arbeiðsloyvi skuldi leingjast , tí alt skuldi viðgerast í Danmark og tað tók langa tíð. Hon ivast í, hvussu nógv flóttarfólk hava hug at koma higar, tí tað er so langt burtur og Føroyar eru øðrvísi enn onnur lond. Ken Nónklett, deildarleiðari, sigur, at Útlendingastovan hevur millum lítla og onga ávirka á, hvørjir útlendingar koma til Føroya. Sambært granskarunum eru tveir triðingar av øllum krabbameinstilburðum hvørki elvdir av arvi ella umhvørvi, men bert av vantandi lívfrøðiligum hepni til dømis av at ílegur broytast tilvildarliga. Alt hetta er sum eitt rullandi rulettuspæl Jú oftari, kyknurnar býta seg, tess størri eru sannlíkindini fyri, at krabbamein kemur burturúr. Granskingin hjá okkum vísir, at við at roykja og gera annað ósunt kemur ein sær í størri vanda fyri at fáa krabbamein, sigur ein av granskarunum, Bert Vogelstein, ið er professari á lærda læknafrøðiliga háskúlanum, John Hopkins. Men, leggur hann afturat, nógv sløg av krabbameini koma orsakað av óhepnum ílegubroytingum, ið hvørki verða ávirkaðar av umhvørvi ella arvi. Harumframt er galdandi, at fólk, sum liva leingi uttan at fáa krabbamein, hóast tey hava roykt illa ella fingið ov nógva sól, hava ikki sonevndar góða ílegur. Kundi tú hugsað tær at sloppið undan krabbameini, loysir tað seg framvegis at roykja, drekka og eta minni. Men tað eru altso fleiri enn 20 sløg av krabbameini, sum tú ert í líka stórum vanda fyri at fáa kortini, skrivar Al Jazeera. Tað var ikki bara Ronald Reagan, sum varð raktur av skotum uttan fyri Hotel Hilton í Washington 30. mars í 1981. Eisini fjølmiðlaráðgevi hansara, James Brady, og tveir trygdarvørðar fullu særdir til jarðar seinnapartin henda lagnudagin. Forsetin og lívverjarnir báðir komu skjótt fyri seg, men verri var við Brady. Hann varð raktur í høvdið og sat lamin, til hann doyði 73 ára gamal í august í fjør. Árið eftir morðroyndina móti amerikanska forsetanum fekk John Hinkley viðgerðardóm, tí eitt nevningating helt hann vera sálarliga sjúkan. Síðan hevur hann verið innlagdur. Í gjár gjørdi rætturin av, at Hinkley ikki verður ákærdur fyri morð, hóast tað eisini er staðfest, at James Brady doyði av løstunum, hann fekk fyri 33 árum síðan. Rætturin sigur, at Hinkley kann ikki dømast, tí hann framvegis er sjúkur. John Hinkley hevur greitt frá, at hann royndi at drepa amerikanska forsetan fyri at tekkjast kendu sjónleikararkvinnuni, Jodie Foster. Atsóknin eydnaðist sum kunnugt ikki Ronald Reagan var forseti frá 1981 til 1989. Hinkley og Foster gjørdust ongantíð par. Hagtøl hjá Customs Inform vísa, at Føroyar eru farnar frá at hava lítla og onga ávirkan á kinesiska marknaðinum til nú at eiga næstan 10 prosent av makrelinum, sum kinesarar innflyta. Bretland og Írland øktu eisini munandi um sín útflutning til Kina í fjør. Parturin hjá Noregi minkaði munandi úr 85 prosentum niður í 65 prosent. Bretland og Írland royna nú at gera seg galdandi í Kina, tí russar hava sett bann fyri at innflyta fiskavørur úr Evropa. Ian McFadden, stjóri í Scottish Pelagic Processors Assocation, ásannar, at teir mugu finna aðrar marknaðir. Tølini hjá Customs Inform vísa, at kinesarar innfluttu munandi meiri makrel í 2014 enn árið fyri. Vøksturin var áleið 20 prosent.Uni Vit fara at gera enda á sjúkuni í hesum árinum, sigur Anthony Banbury, sum hevur staðið á odda fyri ebola tilbúgvingini hjá ST, við BBC. Har vesturi í Afrika eru 20.206 fólk smittað av ebola, upplýsir heimsheilsustovnurin, WHO. Minst 7905 fólk eru deyð av sjúkuni síðan desembur í 2013. Fyribils vitnisfrágreiðing bendir á, at eldurin við L tzenstrøð kyknaði í stovuni. Seinnapartin í dag hitti Høgni Mohr løgreglumannin, Per Skov Christensen, uttan fyri sethúsini, sum fóru upp í royk í nátt. Tað var um reppið, at maðurin í húsunum doyði. Heri Joensen, prestur, prædikaði, Havnar Hornorkestur spældi og Kamarkórið sang verkið Ubi Caritas. Kristina Bærend sen sang saman við kórinum Kvirra um fjøll og fløtur, sum Øssur Berghamar hevur skrivað og Magnus Olsen hevur sett út til kór og orkestur. Næsta vikuskiftið skal U21 landsliðið hjá monnum spæla tveir HM undandystir í grikska býnum, Nea Kios. Fríggjadagin spæla Grikkaland og Føroyar, og leygardagin spæla Føroyar og Serbia. Landsliðsvenjarar eru Kári Nielsen og Birgir Hansen, og teir hava úttikið 15 leikarar Tóraldur Kollsker, H71 Pætur Thomsen, H71 Helgi Hoydal, H71 Tróndur Arge, H71 Niklas Simonsen, VÍF Áki Egilsnes, VÍF Julian Olsen, VÍF Kjartan Johansen, STÍF Pætur Johansen. STÍF Johannes Olsen, STÍF Rói Berg Hansen, Neistin John í Innistovu, Neistin Hjalte Bachmann, Kyndil Eirikur Simonsen, Kyndil Allan Norðberg, Ikast DK Katrin Petersen á Sandi, Fríðhild Winther í Skopun, og Poul Jákup Thomsen á Skarvanesi eru tey, sum í sendingini ríka okkum løtuna við sínum lætta, kveikjandi lyndi og virkisfýsni. Lutakaratalið fyri nýggjárshálvmaraton hevur aldrin verið so stórt sum í ár. Heili 83 luttakarar luttóku í renningini í dag, sum var frá funningsfjarðavegnum til toftakei. 81 av teimum 83 lutakarunum gjøgnumførdu renningina. Bara 14 skip sleppa at fiska makrel í senn, men nógv fleiri vilja hava makrelkvotur. Tí sær Vørn ongan annan útveg enn at kasta lut millum skipini, sum hava søkt. Avgerðin um lutakast um raðfylgjuna hjá skipunum er tikin, tí nógv fleiri umsóknir enn tey átta loyvini, sum kunnu latast afturat loyvunum hjá nótaskipunum eru komnar. Og Vørn metir ikki, at serligar treytir lógliga kunnu setast teimum, sum hava søkt, treytir, sum kundu sáldað skip frá. Skipini fáa loyvi til ein túr í senn í ES sjógvi eftir raðfylgjuni, sum lutakastið gevur. Higartil eru umsóknir komnar um 37 skip, men fleiri kunnu leggjast afturat, tí Vørn upplýsir, at freistin at søkja er til á midnátt í annaðkvøld. Klokkan 12 minuttir í hálvgum fimm varð boðað frá eldi í einum húsum við Íslandsvegin. Eitt fólk, sum gekk framvið, sá loga koma úr einum vindeyga og boðaði frá. Í húsunum eru nakrar íbúðir, og har býr tí nógv fólk. Nøkur svóvu, men tað eydnaðist at fáa øll út í øllum góðum, upplýsir politiið. Ein spurningur, sum nevndin eisini skal tosa um í morgin, er, um nevndarlimir í Eik Grunninum kunnu nokta at svara spurningum frá nevndini, tí teir eru stevndir, og tað rættarmálið verður ikki viðgjørt enn á sinni. Grein 19 nevndin avgjørdi beint fyri nýggjár, at kanningin í høvuðsheitum eigur at lýsa lógargrundarlagið undir eftirlitinum við føroyskum vinnurekandi grunnum frá 2002 til mai í fjør og lýsa eftirlitið við Eik Grunninum í hesum sama tíðarskeiði. Kanningin skal staðfesta, um samsvar var millum lógargrundarlagið og eftirlitið við Eik Grunninum. Grein 19 nevndin skal eisini lýsa viðtøkurnar og lógargrundarlagið hjá Eik Grunninum frá 2002 til hann gavst í 2010 fyri at staðfesta, um samsvar var millum viðtøkur, lógargrundarlag og virksemið hjá Eik Grunninum. Endamálið er í báðum førum at vísa á, hvat skal gerast fyri at forða fyri endurtøkum. Týsdagin klokkan tvey verður lutakast á skrivstovuni hjá Vørn í Havn. Lutakastið verður millum 37 skip um átta makrelloyvi í ES sjógvi í 2015. Felagskvotan er knappliga 18.000 tons. Eitt grannskoðaravirkið stendur fyri lutakastinum, og innanhýsis løgfrøðiliga ráðgevingin hjá Vørn sigur, at slíkt lutakast er lógligt. Tó hava tey seks nótaskipini framíhjárætt, og sleppa tey øll á listan, sum ES skal góðkenna. 14 skip kunnu vera á listanum í senn. Avgerðin um lutakast um raðfylgjuna hjá skipunum er tikin, tí nógv fleiri umsóknir enn tey átta loyvini, sum kunnu latast afturat loyvunum hjá nótaskipunum, eru komnar. Og Vørn metir ikki, at serligar treytir lógliga kunnu setast teimum, sum hava søkt, treytir, sum kundu sáldað skip frá. Skipini fáa loyvi til ein túr í senn í ES sjógvi eftir raðfylgjuni, sum lutakastið gevur. Avger eitt reiðarí ikki at søkja um at sleppa nýggjan túr, tá tann fyrsti er liðugur, kann nummar níggju í lutakastinum sleppa framat og so framvegis, so leingi kvota er eftir. Higartil eru umsóknir komnar um 37 skip, men fleiri kunnu leggjast afturat, tí Vørn upplýsir, at freistin at søkja er til á midnátt í annaðkvøld. Lutakast er roynt fyrr. Fyri nøkrum árum síðani hevði Fiskimálaráðið lutakast um loyvi at fiska botnfisk í Eysturgrønlandi, tí so nógvar umsóknir vóru og kvotan lítil. Í húsunum eru nakrar íbúðir, og har býr tí nógv fólk. Nøkur svóvu, men tað eydnaðist at fáa øll út í øllum góðum, upplýsir politiið. Tað koma nógvar útlendskar kvinnur til Føroyar um árið, men vit eru alt ov vánalig til at fáa tað besta burturúr hesi gávu, segði Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, tá hann tann 30. december luttók í einum paneli á Jobmatch í Norðurlandahúsinum. Hann hartar síni egnu fyri manglandi politiskan vilja til at bøta um korini hjá nýggjum føroyingum. Marika Skipanes er gift til Føroya fyri 5 árum síðani. Hon er frá Togo Lom , sum er høvuðsstaður í Vestafrikanska landinum Togo. Hon er 38 ár og eigur eina dóttir, sum er fýra ár, saman við føroyska manninum. Men hon trívist ikki rættiliga í Føroyum. Trupulleikin er, at hon dugir ikki málið reiðiliga, og tí hevur hon ilt við at fella til. Hon kennir seg ikki sum ein part av samfelagnum og hon kennir seg ikki væl í Føroyum. Í uppskotinum um nýggja løgtingsvallóg stendur, at eingin má av arbeiðsgevara vera so mikið bundin, at hann ikki fær høvi til at velja. Uttan so, at hann lógir eru ofta í kallkyni er revsaður fyri gerð, sum hevur við sær, at hann eftir almannahugsan ikki er verðigur at sita á tingi. Í broytingaruppskotinum er komið afturat, at tann, ið dømdur er fyri revsiverda gerð, verður ikki óverðigur til tingsess, uttan so at hann fær fongsulsdóm í fýra mánaðir ella longri ella trygdarvarðhaldsdóm. Heldur ikki er hann óverðigur, tá ið fimm ár eru liðin frá tí, at revsingin er avsitin, fyrnd, ella eftirgivin ella frá endaligari leyslating úr trygdarvarðhaldi. Reglurnar viðvíkjandi brævatkvøðum verða rúmligari í nýggju lógini. Millum annað telja brævatkvøður við, hóast valstýrið fær tær, eftir at valið er byrjað, men áðrenn valið er liðugt. Og veljarar sleppa sjálvir at velja annað hjálparfólkið, sum skal vera hjástatt, tá veljarar ikki sjálvir eru førir fyri at greiða brævatkvøðu. Í nýggjastu dagføring sum Atlantic Petroleum hevur sent keypsskálunum í Oslo og Keypmannahavn sæst, at framleiðslan hjá føroyska oljufelagnum var nakað hægri í desember, enn tað felagið hevði mett. 2014 gjørdist eisini betri enn mett. Meðalframleiðslan fyri samdøgrið var 1806 føt. Hetta er sindur meir enn væntað. Orsøkin til meir framleiðsluna er, sambært fráboðanini, at ein brunnur varð boraður fyrr enn ætlað. Samlaða framleiðslan hjá felagnum í 2014 var 587.000 føt ella 1.608 føt um dagin. Frammanundan metti Atlantic Petroleum at framleiðslan í 2014 fór at liggja millum 1520 og 1600 føt um dagin. Átta fólk, sjey polendingar og ein av Filipsoyggjunum, vórðu umborð á skipinum Cemfjord, sum var á veg úr Aalborg við sementi til Runcorn við Liverpool í Onglandi. Eingin av manningini er funnin. Bjargingartyrlur og skip leitaðu í allan gjár, hóast vánaligt veður var á leiðini. Seinast Cemfjord hevði samband við umheimin var á middegi fríggjadagin. Leygardagin fann ein ferðafólkaferja, sum sigldi framvið, skipið, sum lá koppað í sjónum. Boðað var frá í stundini og leiting sett í verk. Eitt týskt reiðarí eigur skipið, sum er skrásett í Kypros. Skipið er 83 metrar langt, og í lastini vóru 2.000 tons av sementi, tá tað gekk burtur. Bretski sjúkrarøktarfrøðingurin, Pauline Cafferkey, hevur fingið staðfest ebola í december mánað eftir at hava arbeitt sjálvboðið við smittaðum børnum í Sierra Leone. Støða hennara er nógv versnað seinastu dagarnar, verður nú sagt frá sjúkrahúsinum The Royal Free hospital . Tað skrivar BBC News UK. Sjúkrarøktarfrøðingurin fleyg heim við vanligum ferðafólkaflogfarið tann 28. december, hóast at hon longu kendi seg eitt sindur sjúka. Men eftir at hava kannað hana fyri sjúkueyðkenni fleiri ferðir, uttan at finna tekin um fepur, fekk hon kortini loyvi til at flúgva til Skotlands. Ferðin hjá Pauline Cafferkey gekk gjøgnum Casablanca, Marokko og Heathrow floghavn. Bretsku myndugleikarnir hava tosað við tey 71 ferðafólkini, sum vóru umborð á flogfarinum frá Heatrhow floghavn til Glasgov, skrivar BBC News UK. Hetta er aðru ferð, at ein bretskur sjúkrarøktarfrøðingur verður smittaður við ebola. Í september fekk sjúkrarøktarfrøðingurin, William Pooley, staðfest smittuna. Hann var somuleiðis viðgjørdur á the Royal Free Hospital , og hann varð frískur aftur. Pauline Cafferkey, hevur millum annað fingið blóð frá William Pooley, í vón um at basa sjúkuni, men hennara støða er sera vánalig. Franski forsetin, Franscois Hollande, sigur, at eftir at aktiv deyðshjálp hevur verið loyvd í Fraklandi í 10 ár, eigur landið nú at fara eitt stig víðari. Og tað er at geva sjúklingum møguleika fyri at fáa djúpa og áhaldandi doyving, so at tey verða løgd í pínuleysan svøvn áðrenn tey doyggja. Lógaruppskotið verður lagt fram sum eitt millumting millum passiva og aktiva deyðshjálp, og uppskotið kemur í kjalarvørrinum á drúgva kjakinum um virðiligan deyða. Lógaruppskotið er lagt fram eftir áheitan frá tveimum limum í tjóðartinginum, einum sosialisti og einum borgarligum, sum í fjør vóru bidnir um at skriva frágreiðing um evnið. Í Fraklandi hava sjúklingar ella avvarðandi hjá sjúklingum, sum eru í koma, síðani 2005 kunnað biðið um, at viðgerðin og røktin verður steðgað, um sjúklingurin hevur álvarsliga og ólekiliga sjúku. Aftrat hesum slagi av passivari deyðshjálp, kunnu sjúklingar nú, um uppskotið veður samtykt, biða um so sterka pínustillandi viðgerð, at tey fella í djúpan søvn og hava ongan pínu til tey doyggja. Í Danmark eins og í nøkrum øðrum evopiskum londum, vísa franskar meiningakanningar, at stórur partur av fraklendingum vilja taka stigið víðari og seta í verk aktiva deyðshjálp, soleiðis sum hon er í Sveis. Donsk gransking varpar nú ljós á ílegusøguna hjá Grønlandi. Granskingin vísur millum annað, at 75 prosent av íleguarvinum stavar frá inuit, meðan 25 prosent stava frá evropearum. Grønland hevur verið fólkað fleiri ferðir seinastu 5.000 árini, bæði frá arktiskum økjum og frá evopeiskum fólkasløgum, eitt nú víkingum. Við støði í nærum 10 prosentum av grønlendska fólkinum, og fleiri 100 túsund genetiskum markørum, staðfestir kanningin, at 75 prosent av arva ílegunum hjá grønlendingum stava frá inuit, og 25 prosent frá evopearum. Tað er tó stórur munur á, hvar í Grønlandi kanningin verður gjørd. Til dømis hava flestu íbúgvar í eystugrønlendska býnum, Tasiilaq, ongar evopeiskar forfedrar, meðan so gott sum allir grønlendingar á vesturstrondini hava bæði inuit og evopiskar forfedrar. Umframt at koma við nýggjari vitan um søgu Grønlands, fer kanningin, sambært granskarunum, at gera tað lættari at skilja genetisku faktorarnar, sum ávirka vandan hjá grønlendingum at fáa sjúkur. Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum vónar, at tað fer at bera til at fáa semju í lag um eina pensjónsnýskipan, men hon hevur einki liðugt uppskot við sær í Vágar. Pensjónsbólkurin fer millum annað at tosa við serfrøðingar um, hvørjar framtíðar avbjóðingarnar eru, og hvørji átøk eiga at setast í verk. Birgir Kruse, formaður, sigur at tað í dag berur seg gera at vísa film. Tað ber nú til at virka fíggjarliga, tí tøknin hevur gjørt sítt til at tað ikki kostar so nógv í frakt og øðrum. Hetta kemur filmselskarum væl við. Filmarnir, ið verða vístir hoyra til filmslistagreinina art house filmar, ið eru filmar, sum ofta eru tilnevndir til viðurkendar heiðurslønir. Birgir Kruse heldur at áhugin er stórur millum fólk, og mikukvøldið leggur filmsfelagið út við Ida , ið er ein polskur filmur í svart hvítum. Tað hevur týdning at tey ungu kunnu gera mun í samfelagnum, sigur Rúni Rasmussen, ið er nevndarlimur og fyriskipari av GLS. GLS stendur fyri Global Leadership Summit. Hetta er ikki eitt nýtt tiltak, men parturin sum verður ókeypis fríggjakvøldið tann 16. januar er nýggjur og ætlaður ungdóminum. Rúni Rasmussen vísir á at hetta ikki í høvuðsheitum er eitt tiltak fyri trúgvandi, men fyri øll í samfelagnum, hóast at GLS hevur festi í kristnidóminum. Norðlýsið hevði stóran týdning fyri 100 árum síðan, so fólk kundu siga tað tey hugsaðu um samfelagsviðurskiftir og onnur lokal mál. Í dag hevur Norðlýsið líka stóran týdning, um ikki størri. Fólk vilja framvegis siga sína hugsan um lokal og politisk mál, sigur Olivur Joensen, blaðstjóri á Norðlýsinum við Kára Olsen frá sendingini Góðan morgun, Føroyar . Hann sat saman við umleið 200 øðrum ferðafólkum og bíðaði Flogferðin úr Keypmannahavn til Dubai tók ein steðg í Oman, sum bleiv heili 30 tímar langur. Tey bíðaðu fyrst í 7 8 tímar í flogfarinum og síðani víðari í áleið 22 tímar í fráfaringarhølinum. Tey sluppu ikki eftir viðførinum og eiheldur út frá fráfaringarhølinum. 30 tímar eru at halda út í einum stóli, men eg eri glaður fyri at eg ikki hevði børn við mær, segði Jógvan Hansen í morgun. Hann minnist aftur á orðini hjá Magna Arge, fyrrvernandi stjóra hjá Atlantic Airways, sum vóru at man ikki kann ráða yvir veðrinum. Men Jógvan Hansen sigur at grundin til longu bíðitíðina var ikki vegna veður. Knút er eiðismaður í báðar ættir. Fornavnið hevur sín uppruna frá norðmanninum Knud Ellingsgaard. Eftirnavnið Vesturdal tók pápin Poul sær, tá hann slepti Poulsen. Knútur gekk í skúla hjá Valborg og Kallsoy og varð konfirmeraður við Gjógv. Eftir tað sníkti hann seg mestsum til skips við Pilot heldur enn at fara á preliminerskúla í Havn. Náttina eftir var eldur í einum íbúðarhúsum við Íslandsvegin í Havn. Har eru kanningar eisini gjørdar, og har er eisini staðfest, at skammlop ikki er orsøkin. Hinvegin kann kann ikki útilokast, at stearinljós ella sigarett hevur fest í. Loftið í íbúðini, har eldur kom í, er av sonevndu bleytu plátunum, sum geva eitrandi royk frá sær, tá tær brenna. Tí hevði tað sera stóran týdning, at eldurin var fráboðaður so skjótt, sigur Hildur Hentze, varaleiðari á kriminaldeildini. Fimm íbúðir eru í húsinum, og løgreglan hevði trupult við at staðfesta, hvør búði í húsinum. Sambært Landsfólkayvir litinum, sum var dúgliga brúkt hetta kvøldið, búðu níggju fólk í húsinum hetta kvøldið, tá eldur kom í. Løgreglan setti seg í samband við øll, fyri at vakja tey og boða frá eldinum. Men tað vísti seg, at fleiri teirra langt síðani vóru flutt. Sostatt brúkti løgreglan virðismikla og óneyðuga tíð til at ringja, sigur Hildur Hentze. Og heldur ikki postkassin, sum hoyrdi til íbúðarhúsini var dagførdur, og tí stóðu persónar at búgva har, sum vóru ikki búðu har longur. Tí var trupult at vita, hvør búði har, og síðani at fáa greiðu á, um tey vóru stødd á bústaðnum. Lækkandi oljuprísurin kemur væl við, bæði hjá vinnuni og hjá privatfólki, sum hava eitt skotbrá til at spara upp, ella til at keypa annað, sum tey hava tørv á. Tað heldur Arnfinn Gudjónsson, bólkaleiðari í íløgudeildini hjá Bank Nordic. Í morgun fall prísurin fyri tunnuna av olju úr Norðsjónum niður í góðar 55 dollarar, og so lágur hevur prísurin ikki verið síðani í mai í 2009. M etingar vísa, at oljuprísurin verður verandi lágur í hvussu er fyrsta fjórðingsárið, og tað gevur nakrar møguleikar, heldur Arnfinn Gudjónsson. Lítla framgongdin í búskapinum í Japan, Kina og Europa, ger, at eftirspurningurin eftir olju neyvan fer at hækka stórvegis í ár, siga greinarar. Samstundis vaksa goymslurnar av olju, tí USA selur so nógva sonevnda skiferolju, sum ongantíð fyrr, útflutningurin av olju úr Ruslandi er methøgur, og OPEC londini hava higartil ikki viljað lækkað sína sølu av olju. Singer songwriter, Jógvan Joensen úr Fuglafirði, tók avgerð at melda til X factor kappingina, og teir tríggir dómararnir góvu honum allir eitt ja, eftir sangin. Tú hevur egnan stíl, og tú kanst klára tað allan vegin á mál, vóru nøkrar av viðmerkingunum frá dómarunum. Jógvan Joensen vitjaði studio 5 í morgun, saman við Sveini Gaard Olsen, sum luttók í X factor 2012. Mentamálaráðið bjóðar saman við Tórshavnar Kommunu og ALS eitt djúptøki skeið til útlendingar í føroyskum, við undirvísing hvønn dag í 20 vikur. Skeiðið er ikki bert málundirvísing, men eisini undirvísing í froyskari mentan og um føroyska samfelagið. Tórshavnar kvøldskúli fer at bjóða skeiðið út aftur, men einki skeið kemur, sum er framhald av tí, sum longu er í gongd. Langur bíðilisti Men ikki øll, sum eru áhugað, sleppa at luttaka á skeiðnum, tí bíðilistin er langur. Kat Khamprasit hevur ikki fingið pláss á skeiðnum. Hon skilir ikki nógv av føroyskum, og vil fegin læra, men fær ikki tað undirvísing, sum henni tørvar. Manglandi málkunnleikarnir gera hana ótrygga, og hon hevur ilt við at fella til. Tað er ikki lætt at búleikast í einum landi, har tú hvørki skilir málið ella veit hvussu samfelagið hongur saman , sigur hon. Málsligur kunnleiki nógv at siga Kat Khamprasit er útbúgvin bachelor í administratión, og hevur arbeitt í landsfyrisitingini í Tailandi, áðrenn hon kom til Føroya. Hon lærdi seg matgerð, áðrenn hon kom til Føroyar, fyri at kunna arbeiða her. Men hóast at tað ber til, at arbeiða í einum køki í Føroyum, uttan at duga føroyskt, ávirkar tað arbeiðsumstøðurnar og sosiala trivnaðin nógv, at hon ikki skilur, hvat fólk siga. 2014 byrjaði væl hjá garnaskipinum got, men 25. februar rendi Slættaberg á got, sum lá við kai í Klaksvík, og alt kollveltist. Skipið var til umvælingar so at siga alt árið í fjør, og við hesum fylgdi ein tung, fíggjarlig óvissa. Vit ætla at byggir víðari á tað, sum longu er bygt upp á økinum, men fara somuleiðis at arbeiða fyri at skapa nýggjar møguleikar og víðka tilboðini til borgararnar. Endamálið er at eldri borgarar kunnu verða sum longst í egnum heimið . Tað sigur Heðin Zachariassen, stýrisformaður í VEKS samstarvinum, sum er kommunala samstarvið millum Vestmanna, Eiðis, Kvívíkar og Sunda kommunur um eldraøkið. VEKS umsitur og rekur trý heim innan eldraøkið í Norðurstreymoy og Norðureysturoy. Tey eru Grønanes í Vestmanna, ið hevur pláss fyri 24 fólkum, Mørkin í Streymnesi við plássi fyri 32 fólkum, og Korndalsbýlið á Eiði, sum hevur pláss fyri 15 fólkum. Kommunurnar rinda ein upphædd til VEKS samstarvið, so samstarvið um 25 ár eigur allar ognirnar. Ein faklig visitatiónsnevnd ger av, á hvørjum heimið borgararnar fáa pláss. Tjóðartingsval verður í Grikkalandi 25. januar , og í tí sambandi stovnar f yrrverandi grikski forsætisráðharrin, George Papandreou, nýggjan flokk. Nógv bendir á, at vinstrahalli flokkurin Syriza fer at vinna. Flokkurin ætlar ikki at halda treytirnar, sum ES og Altjóða gjaldoyragrunnurin, IMF, hava sett. Papanadreou var forsætisráðharri upp undir fíggjarkreppuna í Grikkalandi, men hann noyddist at leggja frá sær, tá ein breið samgongustjórn tók við valdinum. Leiðarin í Syriza, Alexis Tsipras, sigur, at kemur hann til valdið, fer hann at tryggja fólkinum ókeyis heilivág og sjúkrahúsviðgerð. Sum er missa grikkar, ið hava verið arbeiðsleysir leingi, atgongd til almenna heilsuverkið, skrivar Financial Times. Spurningurin er nú, um nýggi flokkurin hjá George Papandreou fer at ávirka úrslitið av valinum seinni í mánaðinum, og um hann fer at fáa atkvøður frá øðum flokkum, eitt nú Syriza, siga politiskir eygleiðarar. Peningurin er tó ikki tekin um, at Air Asia hevur staðfest, at øll ferðafólkini eru deyð, stendur í einum brævi til tey avvarðandi, sambært CNN. BBC skrivar, at tað stendur eisini teimum avvarðandi at koma út á leiðina, har hildið verður, at flogfarið datt niður, at leggja blómur. Flogfarið hvarv, tá tað var á veg úr Indonesia til Singapore. Nú verður dentur lagdur á finna vrakið á havsins botni og svørtu kassarnar. Samstundis eru myndugleikarnir farnir at kanna flogfelagið Air Asia. Síðani vanlukkuna er komið undan kavi, at felagið hevði ikki loyvi at flúgva sunnudag. Indonesiska flutningsmálaráðið fer nú at kanna allar flogleiðir hjá Air Asia. Nicolás Maduro, forseti, fer í hesi vikuni á altjóða rundferð. Fyrst gongur leiðin til Kina, og haðani fer hann at vitja fleiri lond, sum eru limir í felagsskapinum fyri oljuútflytaralond, Opec. Síðani í summar er oljuprísurin í Venesuela lækkaður meiri enn eina helvt, og tað ávirkar búskapin. Oljuútflutningurin er 96 prosent av landsins útflutningsinntøkum. Á seinasta fundinum í Opec í november royndi Venesuela at ávirka hini limalondini at lækka oljuframleiðsluna, so prísurin ikki lækkar enn meiri. Hildið verður, at Venesuela hevur millum heimsins størstu oljugoymslur, men landið noyðast at innflyta nógvar vørur, eitt nú matvørur og heilivág. Búskaparfrøðingar siga, at vandi er fyri, at Venesuela fer á húsagang, men tað vísir forsetin aftur. Madura viðurkennir kortini, at Venesuela hevur tørv á altjóða fígging í hesum árinum. Tað er ákæruvaldið sum vil hava rættin at døma teir 16 menninar at rinda eina bót, tí teir annaðhvørt ikki høvdu heilsuváttan, ella trygdarskeið, sum teir skulu hava, tá teir mynstra. Tað er Sjóvinnustýrið ella Fiskiveiðueftirlitið, sum eru komn fram á væntandi heilsuváttaninar, ella trygdarskeiðini, tá skip ella bátar eru kannað. Síðani eru málini latin løgregluni. Bótin fyri ikki at hava heilsuváttan er umleið 1.000 krónur, meðan bótin fyri væntandi trygdarskeið, er umleið 5.000 krónur, sum er sama upphædd sum tað kostar at fáa tað prógvið. At tey 16 málini nú enda í rættinum, kemur av, at teir sum hava fingið bót, ikki hava goldið hana, og tí biður ákæruvaldið rættin døma teir at rinda bótina. Tað er mest rættvíst at kasta lut um, hvørji av teimum 37 skipunum, sum hava søkt um fiskiloyvi skulu sleppa at fiska tey 17.940 tonsini av makreli. Tí øll skipini lúka treytirnar í kunngerðini, sum varð lýst fyri jól. Tað sigur Elmar Højgaard, stjóri í Vørn. Hann sigur, at skipini eru mett eftir teimum treytum, sum standa í kunngerðini. Vanliga krevst serstøk lógarheimild til lutakast Men samstundis vísa serfrøðingar á, at lutakast vanliga krevur serstaka lógarheimild. Og eingin serstøk heimild er í lógini um vinnuligan fiskiskap, sum gevur VØRN heimild til at kasta lut um, hvør skal hava makrelkvoturnar í ES sjógvi. Tað eru einans 14 skip, sum sleppa framat, við nótaskipunum, sum hava framíhjárætt. Lutakast krevur vanliga serstaka lógarheilmild, og er ongin serstøk lógarheimild, krevst, at ein ítøkilig meting verður gjørd av umsøkjarunum. Metingin skal grundast á saklig og viðkomandi atlit. Til dømis kundi mann hugt uppá, hvussu tilfeingið verður gagnnýtt best, tí tað stendur í endamálsorðingini í heimildarlógini, har kunngerðin hevur sína heimild . Tað sigur Torkil Rasmussen løgfrøðingur. Hann hevur eisini undirvíst í fyrisitingarrætti á Fróðskaparsetur Føroya. Hann vísur eisini á, at Fólkatingsins umboðsmaður í 1990 kom við tí úrskurði, at tá mann hevur gjørt eina ítøkiliga meting, grundað á øll saklig og viðkomandi atlit, og tá vísir seg, at fleiri umsøkjarar eru eins, tá kann lutakast verða framt. Tað skal nógv til, áðrenn tú kanst víkja frá meginregluni, at myndugleikarnir skulu meta um, hvør er best skikkaður, tá eitt nú tilfeingið skal útlutast, sigur Torkil Rasmussen, sum er løgfrøðingur og hevur undirvíst í fyrisitingarrætti á Fróðskaparsetrinum. VØRN hevur boða frá, at tað fer at kasta lut um makrelkvoturnar, tí ov nógv skip lúka treytirnar at fáa makrelkvotu. Tað eru einans 14 skip, sum sleppa framat, við nótaskipunum, sum hava framíhjárætt. 3 7 skip, hava søkt um fiskiloyvi at fiska tey 17.940 tonsini av makreli. Torkil Rasmussen leggur dent á, at hann ikki ger viðmerkingar til konkreta málið um, at VØRN ætlar at kasta lut um makrelkvoturnar. Hann vísur einans á fyrisitingarligu meginreglurnar. Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur sent pensjónsbólkinum í Løgtinginum fundarboð, tí hon ætlar at vita, um flokkarnir eru sinnaðir at gera eina breiða politiska semju um, hvussu aldurspensjónirnar í framtíðini skulu vera samansettar. Tjóðveldi, sum er annar av stóru andstøðuflokkunum, ætlar sær á fundin, sum Annika Olsen hevur boðið flokkunum til hósdagin, men Tjóðveldi er enn sum áður ímóti tvungnu pensjónsuppsparingini og forskattingini av pensjónunum. Landsstýriskvinnan vónar at tað fer at eydnast at finna eina breiða semju um framtíðar lógarkarmar á pensjónsøkinum, nú hon hevur kallað pensjónsbólkin í løgtinginum á fund hósdagin. Meðan vit í Føroyum salta vegir, tjóðra trampolinir og urtagarðsmøblar, so tað ikki fer á flog, hava tey aðrar trupulleikar hinumegin jørðina. Í Australia berjast tey við hita og herviligar skógareldar. Hann er júst vorðin nóg gamal til at fáa koyrikort, uppvaksin á bygd uttan fótbóltsvøll og hann hevur ongantíð spælt í bestu fótbóltsdeildini í Føroyum. Fótbóltsleikarin Brandur Olsen varð í kvøld heiðraður á einum hátíðarhaldi í ítróttarhøllini á Sandi. Jákup Bogi Joensen tosaði við Brand Olsen stutt áðrenn hátíðarhaldið. Fyrr í gjár vísti stjórin í Vørn annars til kunngerð, lýst 2. jólakvøld, sum javnsetir øll skip, sum grundgeving fyri lutakastið um makrel kvotuna í ES sjógvi. Útlendingaviðurskifti, ið Vinnumálaráðið varðar av, er ov illa samskipað, heldur landsstýrismaðurin, Bjørn Kalsø, nú fokus er sett á týdningin av frálæru í føroyskum fyri integratiónina hjá útlendingum í Føroyum. Dómarin hevur biðið um útsetingina, og samstundis hevur hann heitt á partarnar um at útvega sær nøkur skjøl afturat, ið hann metti manglaðu, áðrenn dómur verður sagdur. Tí er dómur í málinum fyribils útsettur til 23. januar, skrivar in.fo . Óli Jacobsen hevur stevnt Føroya Fiskimannafelag, eftir at felagið tók pensjónina frá fyrrverandi formanninum. Fiskimannafelag ákærdi Óla Jacobsen fyri at verða illoyalur, eftir at hann, eftir teirra tykki, vitnaði fyri reiðarafelagið og ímóti Fiskimannafelagnum í einum rættarmáli. Málið um pensjónina var fyri í Føroya rætti í desember mánaði. Dómur skuldi fella 5. januar, men er nú útsettur fyribils til 23. januar, skrivar in.fo. Ein løgin stavnur situr og lesur í eini bók. Hann eitur Líggjas. Hann situr á kamarinum hjá sær uppi á loftinum og granskar. Men hvat hann granskar, og hvat hann ætlar ja, tað fara tit at finna útav so við og við. Lisbeth Kallsoy hevur búð uttanlands í fleiri ár og í fleiri londum. Hon sigur seg síggja stórar møguleikar í Føroyum, og tí hevur hon lagt eina 8 ára ætlan fyri fyritøku sína. Grundlógaravhoyring er í løtuni av 34 ára gamla føroyinginum, sum er skuldsettur fyri at hava dripið konu sína á Frederiksberg í gjár. Avhoyringin er fyri afturlatnum hurðum, men áðrenn hurðarnar vórðu latnar aftur, kom fram, at maðurin nú noktar seg sekan. Í gjár segði Hans Erik Raben, leiðari fyri drápsdeildini hjá løgregluni í Keypmannahavn, at málið var rættiliga greitt. 34 ára gamli føroyingurin hevði stungið donsku konu sína fleiri ferðir, og orsøkin nokk var eitt baldrut hjúnarband. Men í dag segði verjin hjá skuldsetta føroyinginum, Malene Wagner, at hann noktaði seg sekan, og bað um at fáa navnaforboð og hurðarnar afturlatnar. Tíðindafólkini mótimæltu, men ynskið hjá verjanum varð gingið á møti. Rætturin á Frederiksberg hevur varðhaldsfongslað 34 ára gamla føroyingin, sum er skuldsettur fyri at hava dripið konu sínu, í fýra vikur, meðan málið verður kannað. Maðurin kom fyri rættin fyrrapartin. Hann varð avhoyrdur fyri afturlatnum hurðum, men áðrenn dyrnar vórðu latnar aftur, kom fram, at tann skuldsetti nú noktar seg sekan í skuldsetingini um dráp. Í gjár segði Hans Erik Raben, leiðari fyri drápsdeildini hjá løgregluni í Keypmannahavn, at málið var rættiliga greitt. 34 ára gamli føroyingurin hevði stungið donsku konu sína fleiri ferðir, og orsøkin var helst eitt baldrut hjúnaband. Men í dag segði verjin hjá skuldsetta føroyinginum, Malene Wagner, at hann noktaði seg sekan, og bað um at fáa navnaforboð og hurðarnar latnar aftur. Tíðindafólkini mótmæltu, men kravið hjá verjanum varð eftirlíkað. Leiðslan hevur enn ikki fingið at vita, hvørja játtan depilin fær. Tí er støðan óbroytt, og leiðslan bíðar enn eftir svari, sigur Tormóður Stórá. Yvirlæknin á Psykiatriska deplinum, Tormóður Stórá, heldur, tað er óheppið, at tað enn er ógreitt, hvørja játtan depilin fær í framtíðini. Tí enn er ikki gjørligt at leggja arbeiðið og viðgerðirnar á Psykiatriska deplinum til rættis. Hoyr alla samrøðuna, við yvirlæknan á Psykiatriska deplinum, her. Tað er kanska ikki tað fyrsta, man hugsar um, tá dreymahúsini eru keypt. Tað kann tó gerast orsøkin til at man missur tey aftur, hevur man tað ikki í huga. Talan er um el innlegging. Millum tær vanligastu orsøkirnar til eldsbruna í húsum er nevniliga gamlar el innleggingar. Tískil er ráðiligt at fáa installatør at eftirkanna húsini, áðrenn flutt verður inn ella sum skjótast tilber. Hetta er millum ráðini frá sløkkiliðsleiðaranum hjá Tórshavnar Sløkkilið, Kartni Jacobsen. Seinastu tíðina hevur fleiri ferðri verið at hoyrt um at eldur hevur verið í húsum. Eru húsini tryggjaði, so dekkar hon oftast eisini skaðar, sum eru komnir av eldsbrunum. Tað er tó undantøk. Hoyr meira um, nær man sjálvur er viðvirkandi til eldsbruna í samrøðuni við deildarstjóran á Tryggingarfelagnum Føroyar, Helga L. Petersen. Der var debut til Skanderborgs færøske spiller, der efter udst et karantæne nu er klar til at g i kamp for sit nye h ndbold fædreland. Danmark og Svøríki spæla aftur vinardyst mikukvøldið. Dysturin verður á Amager í Travebanehallen, og Jóhan á Plógv verður eisini tá við í hópinum. Niðurstøðan á fundi millum Fiskimálaráðið og VØRN í gjár gjørdist, at Fiskimálaráðið ger neyvari kunngerð um, hvørji skip eru egnað til fiskiskap eftir makreli í ES sjógvi. Hetta er fallið landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, fyri bróstið. Hann heldur, Vørn átti at fyrireika seg betur áðrenn kunngerðin varð lýst. Í dag hoyra vit ævintýrið Trøllið hjá Pápaleysa. Ævintýr eftir Jakob Jakobsen, sum eisini er á einari dvd, sum Bókadeild Lærarafelags gav út. Páll Daneilsen sigur frá. Kunngerðin úr Fiskimálaráðnum var ov breið. Hetta var orsøkin til, at Vørn ætlaði at hava lutakast um makrelfiskiskapin í ES sjógvi. Tá uppskotið um kunngerð at skipa makrelfiskiskapin 2015 var til hoyringar, gjørdi Vørn ikki vart við, at kunngerðin var ov breitt orðað. Javnarflokkurin vil hava eina meira samhaldsfasta pensjónsskipan enn hana, sum samgongan við tvungnu uppsparingini leggur upp til. 34 ára gamli føroyingurin, sum í gjár var handtikin fyri at hava dripið konuna í einari íbúð á Frederiksberg í Keypmannahavn, noktaði seg í morgun sekan. Tað var um 11 tíðina mánakvøldið, at MRCC Tórshavn fekk fráboðan um, at eldur var í maskinrúminum á North Ocean, og at teir ongan streym høvdu umborð. Fleiri skip vóru hjá trolararnum, og manningin var ongantíð í vanda. Við trolaranum vóru 32 mans. 12 teirra vóru fluttir yvir á danska sjóverjuskipið Tetis, Brimil tók í móti seks av manningini, og 14 vórðu verðandi umborð á trolaranum. Um nátturðatíð í gjárkvøldið kom Tetis inn á Kollafjørð við manningini. Brimil fór at toga North Ocean seinnapartin týsdagin. Meira alda var í sjónum enn teir roknaðu við, og tað seinkaði teimum nakað. Við átta míla ferð komu teir til Havnar um hálgvum fimmtíðina í morgun, sigur MRCC í morgun. Tórshavnar sløkkilið stóð fyri skipinum, og roykkavarar vórðu sendir niður í maskinrúmið fyri at staðfesta, um eldur framvegis logaði. Jón Herluf Persson, vakthavandi hjá Tórshavnar Sløkkiliði sigur, at har var kalt og eingin eldur. Jón Herluf Persson leggur aftrat, at maskinrúmið hevur fingið nakað av skaða. Nógvi hitin frá eldsbrunanum hevur hevur smeltað rør, káplar og isolering umborð á trolaranum. Heilivágur er vorðin bíligari, men ikki nógv kortini. Príslækkingin er tvey prosent. Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur álagt Apoteksverkinum at lækka prísin á øllum heilivági tvey prosent. Broytingin kom í gildi nýggjársdag. Apoteksverkið hevur einkarrætt at flyta inn og selja heilivág í Føroyum. Prísirnir eru ásettir í kunngerðini um áseting av søluprísi á heilivági. Ta kunngerðina hevur Karsten Hansen broytt, so prísirnir nú lækka. Loftferðslumyndugleikarnir góðkenna ikki tyrlupallin í Skopun. Hann verður tí ikki brúktur til ferðafólkaflutning, men til sjúkraflutning til dømis. Tíggju tyrlupallar í Føroyum verða brúktir til ferðafólkaflutning. Átta teirra eru góðkendir. Arbeitt verður við at fáa viðurskiftini í rætt lag fyri hinar báðar pallarnar, sigur Jørgen Niclasen. Tyrlupallurin í Skopun og hansara líkar verða ikki riknir sum tyrlupallar og eru tí ikki fráboðaðir donsku loftferðslumyndugleikunum sum tyrlupallar í rakstri. Jørgen Niclasen sigur í svari sínum, at tá flogið verður til støð, har sum eingin almennur tyrlupallur er og talan er um aðra flúgving enn regluliga almenna loftferðslu, hevur tyrluskiparin loyvi til at brúka annað stað til lending. Tað er á hesum loyvisgrundarlagnum, at til dømis sjúkraflutningur við tyrlu verður røktur. Um Fiskimálaráðið, Vinnumálaráðið ella annar myndugleiki mælir til at raðfesta tyrlupall í Sandoynni, kann slíkt tilmæli takast við, tá fíggjarlóg verður gjørd, sigur Jørgen Niclasen. Hann sigur eisini, at Landsverki kunnugt hava ongar hættisligar støður verið í sambandi við tyrluflúgving til Sandoynna. Landsverk veit heldur einki um, at serlig frágreiðing er gjørd um lendingarviðurskiftini hjá tyrlum í Sandoynni, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður. Tað er ein vøkur, myndprýdd ævintýrabók við ævintýrum, sum Jacob jakobsen savnaði saman. Bókin kom út í samband við 150 ára minni, tí Jacob Jakobsen var føddur í Havn í 1864. Hann fór fleiri ferðir seinast í 1800 talinum, og savnaði søgur saman. Hetta ævintýrið og so mong onnur eru søgd frá einum ættarliði til annað, og eru sum árini eru liðin umskapað og tillagað, og í dag eru nøkur teirra umskrivað, og komin út í nýggja bók, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í november. Sum 19 ára gomul fekk Marita Olsen av Skála staðfest eina sjáldsama krabbameinssjúku í hálsinum. Eftir ikki færri enn 70 kemoviðgerðir og eini 30 stráluviðgerðir kundu læknarnir eitt ár seinni fortelja henni, at hon var frísk. Men mongu viðgerðirnar høvdu havt stóra ávirkan á unga kroppin. Eitt nú skuldi Marita Olsen venja seg við tankan um, ongantíð at kunna gerast við barn. Tað vóru hørð boð at fáa, tí sjálvandi hevði eg sum so nógvar aðrar gentur hugsa tankan, at eg einaferð skuldi hava børn, sigur Marita Olsen. Lagnan vildi tað tó øðrvísi, tí í dag eiga Marita Olsen og unnustin tvey børn. Harafturat hevur Búnaðargrunnurin fingið, sum hann sigur, eitt ótal av munnligum fyrispurningum um fígging til mjólkarkvotur og festibrøv. Svarið hevur hvørja ferð verið nei. Orsøkin er ivi um heimildina hjá grunninum at lata slíka fígging. Fiskimálaráðið boðaði í mai í fjør Búnaðargrunninum frá, at ráðið ivast í, um lógarheimild er at fíggja mjólkarkvotur og festibrøv. Men tá fekk Fiskimálaráðið at vita frá leiðsluni í Búnaðargrunninum, at hon hevði longu avgjørt ikki at lata slíka fígging. Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í búnaðarmálum, í svari til Bjørt Samuelsen, løgtingskvinnu, sum spurdi um lógarheimildina at fíggja mjólkarkvotur og festibrøv. Mjólkarkvotur gjørdust umsetiligar, tær kundu seljast, í 2004. Fyrstu tíðina kundu tær ikki veðsetast. Í 2006 byrjaði Búnaðargrunnurin at lata teimum fígging, sum keyptu mjólkarkvotur. Í 2007 gjørdust festibrøv eisini umsetilig, og tá fór Búnaðargrunnurin eisini at fíggja festibrøv. Á sumri í 2013 varð farið at kanna, um Búnaðargrunnurin hevði heimild at lata hesa fígging. Millum annað boðaði ein stýrislimur í Búnaðargrunninum Fiskimálaráðnum frá, at heimild ikki er at fíggja festibrøv og mjólkarkvotur. Jacob Vestergaard sigur, at Fiskimálaráðið eftir drúgva umhugsan og lógartulking kom til ta niðurstøðu tíðliga í 2014, at heimildargrundarlagið er ivasamt. Enn er tó einki gjørt fyri at gera lógargrundarlagið soleiðis, at eingin ivi er. Búnaðargrunnurin fekk bæði nýggjan stjóra og nýtt stýri í fjør. Jacob Vestergaard sigur, at sjálvur hevur hann onga niðurstøðu um spurningin. Jacob Vestergaard ætlar sær at ráðføra seg við nýggja stýrið í Búnaðargrunninum og við stjóran um, antin rættast er at broyta lógina, ella um rættarstøðan eigur at vera, sum hon er. Hon skal læra ungar kvinnur í Nakuru í Kenya at seyma. Hetta ger hon sum sjálvboðin hjálp í gjøgnum felagskapin, New Life Afrika International. Hann ger handverkaraarbeiði og tekur sær av børnunum meðan hann hevur skúlaundirvísing við eldra soninum. Talan er um Leif og Lailu av Reyvi, ið fóru til Kenya í desember og skulu vera har fram til fyrst í marts. Sendingin Góðan morgun Føroyar tosar við Lailu av Reyni Bøndirnir, sum liva av landbúnaðinum, mangla nøktandi karmar at virka undir, tað heldur Símun Gullaksen, samskipari av landbúnaðarstevnuni, sum verður 24 januar. Endamálið við stevnuni er tískil at varpa ljós á landbúnaðinum og fáa gongd í eitt kjak um vantandi landbúnaðarpolitikk. Onnur evnið vera tó eisini hetta vikuskiftið, og tey eru at hoyra í samrøðuni omanfyri. Tað er Michael Bøss, professari við lærda háskúlan í Aarhus, sum í eini kronikk í danska dagblaðnum, Politiken , mælir til økt samstarv ímillum londini. Fyrrverandi norski uttanríkisráðharrin, Thorvald Stoltenberg, mælti í heyst til at seta niður skjóttarbeiðandi nevnd, sum skal koma við uppskoti um, hvussu Norðurlond kunnu skipa tættari samstarv og verja hvønn annan, skrivar knr.gl . Hetta hendir eftir eitt nú kreppuna í Russlandi, sum hevur elvt til størri frástøðu til Vesturheimin. Í nevndini skulu umboð fyri Føroyar og Grønland eisini vera, skjýtur Michael Bøss upp. Eg haldi, tað hevur týdning, at Danmark er við í slíkum samstarvi fyri at umboða Ríkisfelagsskapin. Tí er tað eisini best at Føroyar og Danmark taka lut í nýggju nevndini, soleiðis at tey kenna ognarskap í nýggja uppskotinum, sum nevndin skal gera. Tey fara jú, saman við Íslandi, at vera centralt placerað í útjaðaranum av útnorði, tað vil siga í Norðuratlantshavi og Arktis, skrivar Michael Bøss í kronikkini í Politiken . Tætt samstarv ímillum norðurlond, og eisini Føroyar og Grønland, fer tó ikki at skapa størri frástøðu til Russland, hevur Stoltenberg staðfest. Hinvegin eigur tað at skapa størri samstarv við russiska forsetan, Vladimir Putin, um felags áhugamál í norðurlondum og artisku økjunum í Norðuratlantshavi, skrivar knr.gl Bergur Berg, fulltrúi í mentamálaráðnum sigur, at tey hava fingið fleiri upplýsingar í málinum, og tær eru sendar advokatinum hjá prestinum, sum hevur kært avgerðina um innstillingina. Advokaturin hevur freist til fríggjadagin at koma við viðmerkingum. Bergur Berg sigur, at hevur advokaturin og sostatt kærarin einki at viðmerkja, verður málið helst avgreitt fyrst í næstu viku. Einum av umsøkjarum hevur kært innstillingina av Ova Brim sum prest, til Mentamálaráðið. Advokaturin hjá kæraranum segði við Kringvarpið 3. desember, at innstillingin til prestastarvið eigur at ganga umaftur, tí fleiri í kirkjuráðnum eru ógegnig, og tað er í stríð við fyrisitingarlógina. Í kæruni, sum Kringvarpið hevur fingið innlit í, vísir kærarin á fleiri ivasom viðurskifti. Eitt nú er deknurin í kirkjuni pápi Ova Brim. Formaðurin í Kirkjuráðnum er systkinabarn pápa Ova Brim, og annar deknur í kirkjuni er kona kirkjuráðsformannin. Ein annar kirkjuráðslimur er beiggi konu formannin í Kirkjuráðnum. Kærarin vísir eisini á, at tættar relatiónir eru millum foreldrini at Ova Brim og kirkjuráðsformannin, sum eisini var orðførandi til setanarsamrøðurnar. Kærarin heitir tí á Mentamálaráðið um at ógilda innstillingina av Ova Brim og ístaðin vísa hana aftur til nýggja viðgerð. Tað lá annars í kortinum, at Ovi Brim skuldi taka við sum prestur í sóknini, eftir at kirkjusóknirnar á Nesi og í Gøtu høvdu innstillað hann til kallið sum sóknarprestur. Kunningin og samskipanin av tilboðunum til útlendingarnar er ikki nóg góð. Tí royna útlendingar at hjálpa hvørjum øðrum í sosialum netverkum. Men tað er trupult at samskipa økið betur, tá ongin veruligur integrasjónspolitikkur er. Tað heldur Ivan Niclasen, sum hevur ein masterútbúgving í integrasjón. Hann tekur undir við Bjørn Kalsø, landsstýrismanni, sum hevur víst á, at orka eigur at setast av, til at samskipa integrasjónsøkið betur. Atsóknin at franska satirublaðnum Charlie Hebdo í París hevur kravt í minsta lagi 12 mannalív, og 10 fólk eru særd. Fýra av teimum dripnu eru teknarar á blaðnum, og tvey eru løgreglufólk. Eitt av starvsfólkunum á blaðnum Charlie Hebdo sigur, at gerningsmenninir skutu eftir øllum, sum rørdist í redaksjónshølinum, og 40 fólk flýddu upp á tekjuna. Videomyndir vórðu tiknar av gerningsmonnunum, áðrenn teir sluppu til rýmingar í einum svørtum bili. Hann varð seinni funnin tómur í útriðuni av París. Myndirnir vísa, at drápsmenninir hava Kalashnikov byrsur. Eitt av starvsfólkunum læt menninar sleppa inn í bygningin, har Charlie Hebdo heldur til. Teknarin Corine Rey hevði júst verið í barnagarðinum eftir dóttrini, tá hon trýst á loyniorðið, so teir sluppu inn á redaksjónina, og síðani fóru teir at skjóta. Blaðið hevur millum annað prentað tiltiknu Muhammed tekningarnar París er í hægstu tilbúgving, og 3.000 løgreglufólk hava fingið boð um at verja býin. Trygdin í eitt nú flutnings og heilsuverkinum er herd, eins og KT trygdin. Ein onnur sjónbandaupptøka vísir, at tveir vápnaðir menn róptu Allah Akbar á arabiskum, sum kann týðast til Guð er stórur. Franski forsetin, Francois Hollande, sigur, at talan er um eina yvirgangsatsókn, og at alt verður gjørt fyri at finna teir seku. Stjórnin í Fraklandi fór á kreppufund seinnapartin í dag. Í kvøld fer franski forsetin, Francois Hollande, væntandi at halda røðu fyri tjóðini í kjalarvørrinum í álopinum á franska blaðið í morgun. Nevndin avgjørdi mánadagin, at hon vil hoyra tíggju fólk fyri at fáa málið lýst sum best. Fólkini hava enn ikki fingið fundarboðini ella innkallingina, so tí vil nevndin ikki upplýsa enn, hvørji tey tíggju fólkini eru. Grein 19 nevndin fer at biða fólkini koma á fund í viku fýra, sum byrjar 19. januar. Nevndin ætlar at verða liðug við sína kanning í vár, áðrenn tingið fer til hús. Avleiðingin av tí var, sum kunnugt, at eingin kundi ábyrgdast fyri nakað, sigur Kjartan Hoydal, fiskifrøðingur, sum festir seg við niðurstøðuna hjá Umboðsmanninum um makrelbýtið fyri 2012. Men tá krevst hugburðsbroyting á landi. Vit hava varandi, grøna, orku, men avbjóðingin er at fáa fólk at brúka hana. Tað sigur stjórin í Jarðfeingi, Petur Joensen. Jarðfeingi tók síðst í farna ári samanum undir yvirskriftini Føroyar á grønari kós. Har eru nógv tilmæli og uppskot. Men einki um, hvussu sleppast kann undan oljunýtsluni hjá skipum. Er tað uttan fyri málsøkið hjá Jarðfeingi Ella er tað tí, at eingin loysn er at vísa á Hoyr samrøðuna við Petur Joensen, stjóra á Jarðfeingi. Mahmoud Abbas, forseti fyri palestinsku sjálvstýrismyndugleikarnar, fær eftir øllum at døma krav sítt, um at sjálvstýrið skal gerast partur av Altjóða revsidómstólinum, ICC, eftirlíkað. Ban Ki Moon, ST aðalskrivari, hevur upplýst, at palestinarar kunnu gerast partur av dómstólinum 1. apríl. Hesin dómstólurin viðger mál um krígsbrotsverk og brotsverk móti mannaættini. Palestinsku sjálvstýrismyndugleikarnir vóna, at slóð nú verður ruddað fyri, at teir kunnu stevna ísraelsmonnum, sum hava dripið palestinarar í økjunum, sum Ísrael hevur hersett. Ísrael hevur svarað aftur við ikki at lata sjálvstýrismyndugleikum skattin, sum Ísrael krevur inn fyri teir. Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, hevur sagt, at tann, sum hevur mest at óttast, er palestinska sjálvstýrið. Amerikanska uttanríkisráðið sigur, at palestinska stigið hjálpir ikki friðartilgongdini í Miðeystri. Ísrael hevur hersett Vestara áarbakka síðani 1967. Tá tók Ísrael eisini millum annað Eysturjerusalem og Gaza geiran, men í 2005 tók Ísrael seg úr Gaza geiranum, har Hamas nú hevur valdið. ES myndugleikarnir skulu hava minni vald í Bretlandi. Tað heldur David Cameron, forsætisráðharri, sum í dag hittir týska kanslaran, Angelu Merkel, í London. Á fundinum fer Cameron væntandi at royna at sannføra Merkel um samráðast um bretska ES limaskapin av nýggjum, so Bretland sleppur undan fleiri krøvum, sum verða sett ES londum. Krøvini snúgva seg serliga um innflytarar og rættindini hjá øðrum ES borgarum í Bretlandi, skrivar The Guardian. Útlendingar, sum leita eftir arbeiði í Bretlandi, skulu ikki fáa fíggjarligan stuðul, og fáa teir ikki arbeiði innan eitt hálvt ár, skulu teir fara av landinum. Innflytarar skulu hava arbeitt í Bretlandi í minsta lagi fýra ár, áðrenn teir hava rætt til eitt nú skattafrádrátt. Og børn hjá ES borgarum, sum búgva aðrastaðni enn í Bretlandi, skulu ikki hava rætt til barnakekk. Angela Merkel hevur fyrr víst aftur bretska kravinum um, hvussu nógvir ES borgarar kunnu flyta til Bretlands. David Cameron vónar, at tað eydnast at fáa eina seravtalu við Merkel og hinar ES leiðararnar, áðrenn bretar sleppa at gera av, um teir framvegis vilja vera í ES. Lágprísflogfeløg í Indonesia skulu ikki hava loyvi at selja ferðaseðlar so bíliga, at teir at kalla verða latnir fyri einki. Tað upplýsir ein talsmaður fyri flutningsmálaráðið í Indonesia, sambært tíðindastovuni DPA. Í framtíðini skal ein ferðaseðil kosta í minsta lagi 40 prosent av dýrasta ferðaseðlaprísinum. Tað skal forða fyri prískríggi millum flogfeløgini, sum kann raka flogtrygdina, verður sagt. Boðini koma 10 dagar eftir, at eitt flogfar hjá lágprísflogfelagnum, Air Asia, datt niður í Java havið, tá tað var á veg úr Indonesia til Singapore 28. desember. Enn er ikki staðfest endaliga, hví flogfarið datt niður, men einki bendir á, at vánalig trygd var atvoldin. Ein fyrrverandi stjóri fyri indonesisku loftferðslumyndugleikarnar sigur, at eingin munur er á mannagongdini í sambandi við trygd hjá lágprísflogfeløgum og øðrum flogfeløgum. Í morgun, okkara tíð, kunngjørdu bjargingarmyndugleikarnir, at velið á flogfarinum er funnið umleið 30 kilometrar, haðani tað datt niður. At velið er funnið, hevur stóran týdning, tí har eru svørtu kassarnir eisini, og teir kunnu loysa gátuna, hví flogfarið datt niður. Øll 162 fólkini, sum vóru við Air Asia flogfarinum, doyðu. Í fíggjarætlanini fyri árið 2014 varð mett, at skattainntøkurnar hjá Vágs kommunu í 2014 fóru at verða 35,590 milliónir krónur Nú endaliga skattauppgerðin fyri 2014 er tøk, er greitt, at árið 2014 hilnaðist væl betur enn mett, skrivar Vágs kommuna . Í 2014 fekk Vágs kommuna tilsamans 37,589 milliónir krónur í persónsskatta inntøkum, ella 2 milliónir krónur meiri enn mett varð í fíggjarætlanini fyri árið. Vágs kommuna hevur sostatt fingið góð 5,6 meiri inn í persónsskatti í 2014, enn mett varð í fíggjarætlanini. Allar mánaðir í 2014, uttan í apríl og í september, vóru inntøkurnar av skatti í 2014 betri enn í 2013. Besti mánaði var desember 2014, tá Vágs kommuna fekk 3,677 milliónir krónur í persónsskatti, hetta var 14,2 hægri enn í desember 2013. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, dugur ikki at siga, um tað fer at eydnast at semjast fyri 1. februar. Fundur verður aftur í næstu viku. Í bólkinum, sum tingast um fiskivinnunýskipan, eru Jacob Vestergaard, Jørgen Niclasen og Jákup Mikkelsen fyri Fólkaflokkin, Kaj Leo Holm Johannesen, Alfred Olsen og Johan Dahl fyri Sambandsflokkin og Bill Justinussen og Jenis av Rana fyri Miðflokkin. Vit hoyra millum annað brot úr Kópakvæðnum, Stríðnum á Húnalondum Streingirs vísu, Ribbolt er en grevesøn, Jákpsaskegg, Gudbrandskvæðnum og Dronning Dagmar. Krússapotturin er eitt ævintýr, sum er í bókini Einaferð var tað. Tað er ein vøkur, myndprýdd ævintýrabók við ævintýrum, sum Jacob jakobsen savnaði saman. Bókin kom út í samband við 150 ára minni, tí Jacob Jakobsen var føddur í Havn í 1864. Hann fór fleiri ferðir seinast í 1800 talinum, og savnaði søgur saman. Hetta ævintýrið og so mong onnur eru søgd frá einum ættarliði til annað, og eru sum árini eru liðin umskapað og tillagað, og í dag eru nøkur teirra umskrivað, og komin út í nýggja bók, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í november. Sjey fólk eru handtikin í Fraklandi í nátt, eftir yvirgangsálopið í París í gjár. Tað upplýsir franski forsætisráðharrin, Manuel Valls, í samrøðu við sjónvarpsstøðina RTL. Tey sjey fólkini, ið eru handtikin í málinum, eru øll skyldfólk ella vinfólk hjá teimum, ið eru undir illgruna at hava staðið fyri yvirgangsatsóknini mikudagin, tá 12 fólk vórðu myrd. Løgreglan leitar í løtuni eftir tveimum brøðrum, ið hildið verður, hava staðið fyri álopinum. Triði maðurin, illgruni er um, hevur givið seg yvir til løgregluna, sambært AFP. Hann er 18 ára gamal. Í nátt hava servandar deildir hjá fronsku løgregluni leitað eftir monnunum í býnum Reims, 140 kilometrar í ein landnyrðing úr París. Løgreglan hevur kunngjørt myndir av teimum báðum monnunum, sum eru 32 og 34 ára gamlir. Sambært tíðindastovuni AP eru menninir brøður og franskir ríkisborgarar. Annar bróðirin, Cherif Koauchi, hevur áður sitið í fongsli fyri at hava útvegað ungar menn til heilagt kríggj í Irak. Hann varð dømdur í 2005 og varð fongslaður í hálvt annað ár. Menninir, sum løgreglan leitar eftir, trokaðu seg fyrrapartin í gjár inn á redaksjónina á satirublaðnum Charlie Hebdot og skutu frá hond. 10 starvsfólk á blaðnum, teirra millum blaðstjórin, doyðu, og tvey løgreglufólk lótu eisini lív. Menninir tóku til rýmingar í einum bili, sum seinni varð funnin tómur. Teir fóru eftir øllum at døma í annan bil, har løgreglan fann samleikakort hjá monnunum, og tí bar til at eyðmerkja teir. Fleiri túsund løgreglufólk vórðu send at leita eftir yvirgangsmonnunum, og París er í hægstu tilbúgving. Franski forsetin, Francois Hollande, hevur kunngjørt, at almennur syrgidagur er í Fraklandi í dag. Leiðarar í øllum heiminum hava fordømt yvirgangsatsóknina í París í gjár, og Charlie Hebdo hevur fingið fleiri samkenslufjarrit, millum annað frá Føroyskum Miðlafólkum. Felagið sigur, at tað fordømir hesa ræðuligu gerð, sum er eitt álop á miðlafólk, ið bara eru farin til arbeiðis. Men óttin, sum hetta álop kann elva til, er eisini eitt álop á talu og skrivifrælsið hjá okkum øllum, skriva Føroysk Miðlafólk í samkenslufjarritinum til Charlie Hebdo. Francois Hollande, franski forsetin, segði stutt eftir yvirgangsálopið mikudagin, at myndugleikarnir fara at gera alt, teir eru mentir, fyri at finna og handtaka brotsmenninar. Fyri einum ári síðani sendi Mentamálaráðið eisini uppskot um lóg um Søvn Landsins til hoyringar. Tað lógaruppskotið kom tó ongantíð í Løgtingið, og varð tískil av ongum. Nú verður aftur ein roynd gjørd. Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, ið varar av søvnunum, vónar, at søvnini taka væl ímóti lógaruppskotinum. Hoyringarfreistin til nýggja lógaruppskotið er til 26. januar. Í 2014 vórðu fiskað vórðu stívliga ein millión tons av makreli. Men stovnurnin hevði klárað fimm milliónir tons. Tað endurtekur norski fiskifrøðingurin, Jens Christian Holst, í samrøðu við blaðið hjá íslendskum bátaeigarum. Jens Christian Holst sigur, at makrelstovnurin er stórliga undirmettur, og tann nógvi makrelurin hóttir annað lív í Norðuratlantshavinum. Jens Christian Holst arbeiddi í nógv ár hjá norsku fiskirannsóknarstovuni, men arbeiðir nú sum sjálvstøðugur fiskifrøðingur. Hann vakti ans í 2013, tá hann segði, at makrelstovnurin er nógvar ferðir størri enn millum annað ICES vil vera við. Hann sigur, at vistfrøðin, millum annað onnur fiskasløg, tola ikki so nógvan uppsjóvarfisk. Serliga makrelstovnurin er alt ov stórur. Jens Christian Holst mælir til at meta stovnarnar sum eina heild í staðin fyri hvønn stovnin sær. Hann finst at háttinum, sum nú verður brúktur, sum er at meta hvønn stovnin sær uttan fyrilit fyri umhvørvinum hjá fiskinum. Í dag hoyra vit bókina Ein vættur. Astrid Lindgren skrivaði og Naja Mols Mortensen týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2013. Uttanlandsnevndin viðger í løtuni eitt uppskot frá Tjóðveldi, Framsókn og Sjálvstýrisflokkinum um at yvirtaka útlendingamál, og leiðslurnar í Vága floghavn og Smyril Line hava sent nevndini viðmerkingar til málið. Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága floghavn, sigur, at tað verður eitt stórt afturstig fyri ferðafólkini, verður avtala ikki gjørd við Schengen, áðrenn útlendingamál koma á føroyskar hendur. Skulu vit taka móti fleiri flóttafólkum ella skulu vit ikki. Nýggjársrøðan hjá løgmanni birti upp undir eitt kjak, sum snýr seg um júst henda spurning. Kjakið í almenninginum fer í stóran mun fram á sosialu miðlum sum Facebook, har javnatekn verður sett millum muslimar á eini síðuni og fundamentalistar og yvirgangsfólk á hini síðuni. Hevur tú sent ein nøkurlunda eins stóran pakka fyrst fyri nýggjár og síðan eftir nýggjár, so hevur tú kanska varnast, at pakkin er vorðin nakað dýrari, hevur tú sent hann til Evropa, Norðanlond ella innanoyggja. Hon brúkar appina, tá eingin er inni og henni tørvar hjálp. Góðan morgun Føroyar vitjaði Ruth í morgun. Í fyrstu royndini eydnaðist ikki at fáa samband við ein hjálpara. Hann hevur sáttmála við danska 1.deildarfelagið Vendsyssel FF, sum hevur leigað hann til KÍ. Sáttmálin er galdandi fyri hetta kappingarárið. Tað er ein anarkistisk avís Charlie Hepdo,, sum dámar væl at kritisera og framleiða tilfar mótvegis øllum myndugleikum og øllum við makt. Partarnir handaðu hvørjum øðrum sáttmálakrøvini síðst í november, og nakrir fundir vóru fyri jól. Miðað varð eftir at fáa samráðingarnar lidnar fyri jól, men tað eydnaðist ikki. Báðir sáttmálarnir vóru galdandi til 1. januar, men arbeitt verður eftir teimum, so leingi samráðingar eru. Føroya Tele og Posta eru at meta sum privat arbeiðspláss, og í teimum sáttmálum, sum Vinnuhúsið gjørdi við fakfeløg á privata arbeiðsmarknaðinum í fjør, var lønarhækkingin 1,98 prosent fyrra árið og 2,25 prosent seinna árið. Og tað er karmurin hjá Arbeiðsgevarafelagnum í samráðingunum nú. Starvsmannafelagið upplýsir ikki, hvussu nógv, tað krevur í lønarhækking. Samráðingarnar vórðu tiknar uppaftur klokkan hálvgum tvey í dag. Sonurin lærdi hana fyrst eitt sindur, og síðani fór hon á skeið í Danmark at læra seg at nýta eina smarttelefon. Hon tekur myndir, er virkin á facebook og nýtir forkunnuga appina, be my eyes . Vit vitjaðu Ruth Thomsen í morgun og spurdu hana um appina og møguleikarnar hjá henni sum smartelefonbrúkari. Ruth greiðir frá hvussu hon og tøknin á fartelefonini arbeiða saman, og vísir okkum appina be my eyes . Be my eyes er ein app, har tú antin kann læna ella verða eyguni hjá øðrum. Síggj eisini Ruth Thomsen her. Jákup Lutzen er master í bratsj við kongaliga tónlistaskúlan í Keypmannahavn, har hann í hesum døgum tekur ein yvirútbúgving sum solo bratsjspælari. Jákup byrjaði sum ungur at spæla violin, men fekk seinni eyguni upp fyri bratsjuni, ið hann heldur júst hevur teir eginleikar og tónar ið passa til hansara. Ólavur er útbúgvin guitarleikari við lærda kongaliga tónleikaskúlan í Keypmannahavn. Fyri honum er guitarin ikki bara ein og hvør guitar. Formaðurin í felagnum hjá donsku blaðteknarunum, Lars Refn, er ikki í iva dagin eftir at brotsmenn myrdu tíggju blaðfólk á Charlie Hebdo, franska satirublaðnum. Hóast skelkurin situr í formanninum hjá donsku blaðteknarunum, so ætla hann og aðrir, danskir blaðteknarar at geva sítt ískoyti til, at blaðið verður endurreist. Óvist er, hvussu nógvar dagar, fiski og havrannsóknarskipið Magnus Heinason kann gera kanningar í ár. Magnus Heinason er í løtuni til umvælingar, serliga motorurin krevur umvælingar. Hvussu langt arbeiðsárið hjá Magnusi Heinason verður, tá avtornar, veldst um umvælingarkostnaðin, oljuprísin, og hvørjar umvælingar annars stinga seg upp í árinum. Tað sigur stjórin á Havstovuni, Eilif Gaard, sum hevur tikið saman um árið 2014. Einki røkist fyri einum nýggjum rannsóknarskipi. Í fíggjarlógini fyri 2015 eru pengar til at stovna alment partafelag, sum skal eiga nýtt rannsóknarskip. Magnus Heinason er bygdur í 1978. Havstovan var við í 23 granskingarverkætlanum í 2014. Fiskivinnan, oljuvinnan, ES granskingarsamstarvið, danska stjórnin, Fiskivinnuroyndir, Granskingarráðið og landskassin fíggjaðu hesar verkætlanir. Kommunurnar vildu ikki hava kunngerðina um frípláss í dagsstovnum broytta í fjør, so inntøkuhámarkið hækkar. Eitt uppskot varð sent til hoyringar á vári í fjør. Ætlanin var tá, at broytingin skuldi koma í gildi 1. august í 2014. Dagsstovnaøkið er kommunalt. Føroya Kommunufelag tekur undir við broytingini, men av fíggjarligum ávum mælti felagið til at útseta broytingina til 1. august í ár. Tað sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna, í svari til Janus Rein, løgtingsmann. Tað vísir seg, at tað loysir seg ikki hjá fólki, sum hava frípláss, at arbeiða meira, tí so missa tey fríplássið á dagstovninum. Tað er ein álvarsamur trupulleiki, at vit hava eina skipan, sum heldur fólki føstum í láglønarstøðu, eru Janus Rein og Annika Olsen samd um. Orsøkin er útrokningarhátturin fyri frípláss á dagstovni. Fáa fólk, sum hava frípláss, 45.000 krónur meira í løn um árið, missa tey fríplássið. Fyri hvørjar 1.000 krónur, inntøkan hækkar, minkar fríplássið tvey prosent. Trupulleikin er, at fólk missa meira í fríplássi, enn tey fáa meira í løn, og tá loysir tað seg ikki at fáa meira í løn. Í uppskotinum í fjør, um at broyta kunngerðina, skuldi inntøkumarkið hækka slakar 100.000 krónur, úr 292.900 krónur upp í 390.000 krónur Sambært tíðindastovuni, AFP, jagstra myndugleikarnir í Fraklandi í løtuni tveir brøður í Norðurfraklandi, ið eru undir illgruna fyri at hava staðið fyri álopunum í París í gjár. Starvsfólk á eini bensinstøð í Norðurfraklandi siga seg vera vís í, at tey hava sæð teir báðar menninar, ið eru eftirlýstir fyri álopini á blaðið Charlie Hebdo mikudagin. Eftirlýstu menninir hava, sambært BBC, rænt og stolið bensin á bensinstøðini. Harumframt loystu teir skot av, áðrenn teir flýggjaðu í einum bili. Løgreglan í Villers Cotterets, har menninir eru sæddir, hevur stongt allar vegir í royndini at handtaka teir báðar brøðurnar, ið eru undir illgruna. Til viðgerðar í bókaummælunum í dag vóru yrkingasøvnini Opus 6 , sum Petur Pólson hevur skrivað, Oktoberbløð í fallandi sól , sum Oddfríður M. Rasmussen hevur skrivað, og krimiskaldsøgan Vølundarhús , ið er tann seinasta hjá Jógvani Isaksen. Vár Í Ólavsstovu ummælti yringasøvnini og Marna Jacobsen krimiskaldsøguna. Harumframt var viðtal við Birgir Kruse fyri Filmsfelagið, sum nú aftur er farið undir regluligt virksemi í samstarvi við Havnar Bio. Seinnapartin í dag var tøgn í ein minutt uttan fyri Notre Dame kirkjuna í París, í sambandi við at yvirgangsmenn hava dripið 12 fólk á satirublaðnum, Charlie Hebdo. Felagið Føroysk Miðlafólk hava sent samkensluskriv í sambandi við atsóknina á satirublaðið, Charlie Hebdo. Felagið fordømir atsóknina og sigur, at hetta er eitt álop á talu og skrivifrælsið. Myndugleikarnir eisini teir føroysku mugu nú halda fast og vísa, at teir verja talu og skrivifrælsið, sigur Øssur Winthereig, nevndarlimur í felagnum, Føroysk Miðlafólk. Nøkur fullfíggjað semja verður neyvan í hesum umfari, men í morgin eru flokkarnir í Løgtinginum helst komnir nærri eini niðurstøðu um, hvussu framtíðar pensjónin her á landi fer at síggja út, væntar Annika Olsen Tað heldur Derhard Jógvansson, prestur, sum hevur tikið stig til eina øðrvísi gudstænastu, har møguleiki er at samskifta við prest og seta honum spurningar um viðkvom evni. Lógin skal koma í staðin fyri lógina frá 1997, sum sambært Vinnumálaráðnum hevur virkað væl. Men tøkniliga menningin síðani 1997 er stór, so sum samanrenning av tøkni og miðlum, tráðleyst samskifti og internet. Nýggja lógin skal millum annað tryggja kappingina um fjarskifti. Tað hevur eisini týdning, at lógin í Føroyum líkist lógunum í grannalondunum, so veitarar har kenna seg aftur, hava teir hug at bjóða seg fram í Føroyum. Eitt endamál við nýggju lógini er at eggja føroysku telefeløgunum til at herða kappingina. Vinnumálaráðið sigur, at gerst kappingin ov lítil í Føroyum, kunnu feløgini vænta, at aðrir veitarar, bæði føroyskir og útlendskir, koma á marknaðin. Nýggja fjarskiftislógin skal tryggja góðar og bíligar televeitingar, samstundis sum pláss verður til at gera íløgur í nýggja tøkni á fjarskiftisøkinum, sigur Vinnumálaráðið. ES lóggáva um fjarskifti er grundarlagið undir uppskotinum um nýggja føroyska fjarskiftislóg, sum nú er sent til hoyringar. Hoyringarfreistin er til 29. januar. Tað má vera sera hart fyri eina mammu, at avlevera barn sítt á stovni, og ikki kunna samskifta við starvsfólki á jøvnum fóti, heldur leiðarin á Sankta Jósef barnagarðinum. Eyðna Joensen, ið er leiðari á stovninum, kennir til trupulleikan, at bæði børn og foreldur ikki tosa føroyskt. Tað er eisini hart fyri børnini, sigur hon. Hey hey øll somul her er Barnaútvarpið, sum hesa vikuna bjóðar tykkum sagnir og ævintýr. Vit halda, at fyrst í januar tíma vit so væl at hoyra tílíkar søgur. Í dag fara vit aftur at hoyra eina elligamla søgu, men bókin, sum hon stendur at lesa í, er spildurnýggj. Vit fara at hoyra ævintýrið Gullgásin. Tað er eitt ævintýr, sum er í bókini Einaferð var tað. Tað er ein vøkur, myndprýdd ævintýrabók við ævintýrum, sum Jacob jakobsen savnaði saman. Bókin kom út í samband við 150 ára minni, tí Jacob Jakobsen varð føddur í Havn í 1864. Hann fór fleiri ferðir seinast í 1800 talinum, og savnaði søgur saman. Hetta ævintýrið og so mong onnur eru søgd frá einum ættarliði til annað, og eru sum árini eru liðin umskapað og tillagað, og í dag eru nøkur teirra umskrivað, og komin út í nýggja bók, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í november. Beint fyri klokkan fýra okkara tíð lupu servand løgreglulið fyrst á prentsmiðjuna, har Kouachi brøðurnir høvdu víggirt seg inni við einum gísla, og síðan á eina jødisku sølumiðstøðina í Paris. Sambært fjølmiðlum, so sluppu allir gíslarnir, ein í Dammartin og fimm í Paris, út og væl frá løgreglu atsóknunum. Teirra millum ein barn, sum sæst á myndini. Poul Guttesen heveur ummælt bókina og fegnast um andlitið, hetta andlitið, sum er merkt av lívinum. Poul sigur frá jødiska filosoffinum Levinas, hvat hann sigur um andlit og ásjón. Tað upplýsir leiðarin í nevndini fyri flutningstrygd, sambært Reuters. Mikudagin søgdu bjargingarmyndugleikarnir, at teir høvdu funnið velið á flogfarinum. Síðani hevur dent verið lagdur á at finna svørtu kassarnar, sum kunnu loysa gátuna, hví flogfarið hjá Air Asia datt niður, tá tað var á veg úr Indonesia til Singapore við 162 fólkum. Í dag verður roynt at bjarga velinum a flogfarinum. Í fyrstu atløgu hildu myndugleikarnir, at svørtu kassarnir vóru í velinum, men nú verður sagt, at teir helst eru aðrastaðni í flogfarinum. Tað vit síggja beint nú, serliga innan fyri hetta kjakið, er, at tað er serliga ein vongur, sum koyrir á við viðmerkingum á netinum, meðan hin vongurin heldur seg relativt passivan, tí tey tíma ikki útí hetta kjakið. Tað snýr seg um kjaksið og hvussu man ber seg at í kjakinum. Kjakið er kanska eitt sindur óreiðiligt til tíðir, har man fer eftir fólkinum heldur enn málinum. Tað heldur Eydna Skaale, retorikari. Móttøka verður á Føroya handilsskúla á Kambsdali í dag frá klokkan 15 og 17 í sambandi við, at 25 ár eru síðan, at skúlin varð tikin í nýtslu og fór undir sítt virksemi. Vøksturin í tali av løntakarum í Føroyum hevur verið støðugur síðan ársbyrjan í 2014, vísa nýggjastu hagtølini hjá Hagstovu Føroya. Í oktober 2014 vóru 24.291 løntakarar í Føroyum. Hetta er tað mesta fyri hvønn einstakan mánað í 2014, og áleið tað sama sum í oktober 2010. Sambært hagtølunum, vóru fægst løntakarar í Føroyum í januar 2011, tá 23.292 føroyingar høvdu arbeiði, kemur fram í tølunum hjá Hagstovuni. Vit hoyra brot úr vísum og kvæðum, sum nólsoyingar vanliga kvóðu. Eitt nú hoyra vit Vi hugger med k rde , Fruntatátt, Fuglakvæði, Smeden fra Christinshavn og I ærlige brudefolk. R ddin er skapt, verður rikin av, og er hjartabarnið hjá einum stórum netverki av ungum eldsálum. Felags fyri hesi er hugsjónin um, at eitt digitalt forum er alneyðugt fyri føroyskan ungdóm. R ddin varð stovnað í novembur í 2010. Í 2013 skrivaði Røddin sáttmála við Kringvarp Føroya, og gjørdist R ddin tá ungdómspallur Kringvarpsins. Røddin hevur havt sína egnu ungdómssending á útvarpsskránni hjá Kringvarpinum í nógv ár, men á vári 2017 varð avgjørt at taka Røddina av útvarpsskránni. Ungdómurin hevur flutt seg, hann lurtar ikki eftir flowútvarpi, og tí skuldi okkara orka eiheldur leggjast í at framleiða til útvarpsskránna. Heldur skulu vit leggja orkuna í at framleiða tilfar til ung á netinum og teimum sosialu miðlunum. Tað er ymiskt, hvat fyri tilfar, tú finnur, tá flytir teg runt á pallunum hjá Røddini. Ikki alt liggur her á síðuni. Tí burdi tú tjekkað okkara Facebook og Instagram vanga út. Leinkjur eru til høgru. Mál okkara eru at veita dygdargott tilfar um tónleik, list, ítrótt, politikk, samfelag, móta og átrúnað at skapa eitt interaktivt forum, har mann sleppur at siga sína hugsan, verða upplýstur og upplivdur at samansjóða ungdómin og í høvuðsheitum fáa margfeldni, íblástur og vitan inn í gerandisdag teirra ungu Hevur tú skrivað ella tikið myndir til eina søgu, hug at royna teg sum fast tíðindafólk, ummælara ella annað, ella bara hevur eitt gott hugskot til eina søgu, so set teg í samband við okkum á facebooksíðini hjá Røddini. 176 ung siga seg hava drukkið rúsdrekka í minsta lagi 10 ferðir í lívinum. 90 siga seg í minsta lagi tríggjar ferðir hava drukkið rúsdrekka seinastu 30 dagarnar, vísir stóra spurnakanningin, Ungfólk í Føroyum frá 2012, sum Firouz Gaini, granskari, hevur gjørt í 9. flokkum kring alt landið. 99 ung siga seg hava verið full í minst lagi 10 ferðir í lívinum. 34 ung hava verið full í minsta lagi tríggjar ferðir seinastu 30 dagarnar. Og ikki færri enn 107 ung hava verið full 1 2 ferðir seinastu 30 dagarnar. Kanningin vísir eisini, at flestu eru í býnum ella í dansi, tá tey drekka. Partur av ungdóminum drekkur eisini, tá hann er í skúlaveitslu, og sera fá drekka heima við hús. 29 prosent av teimum ungu smakkaðu fyrstu ferð rúsdrekka, tá tey vóru 13 ár ella yngri. Fjórði hvør av teimum ungu sigur seg als ikki drekka rúsdrekka. 123 ung høvdu longu roynt at vera full, tá tey vóru 13 ár ella yngri. Granskingarverkætlanin var eitt slóðbrótandi samstarv millum Rannsóknir og Greining á Háskúla Reykjavíkar og Námsvísindadeildina á Fróðskaparsetrinum. Firouz Gaini, sum samskipaði og gjøgnumførdi tann føroyska partin, hevur eisini skrivað frágreiðingina Ungfólk í Føroyum 2012. 19 av tilsamans 21 skúlum við 9. flokkum luttóku. Kanningin umfatar øll, sum eru fødd í 1996. Nakrir fáir luttakarar eru tó 1 ár yngri ella eldri. Svarprosentið var 76,1 prosent í Føroyum. Tað er eitt góðkent støði. Umleið 540 luttakarar vóru eftir, tá tey ógyldugu skjølini vóru drigin frá. Umleið 52 prosent vóru gentur. Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsmannafelagið blivu ikki samd á samráðingarfundinum í gjár um nýggjar sáttmálar um limirnar hjá Starvsmannafelagnum, sum arbeiða hjá Posta og Føroya Tele. Partarnir handaðu hvørjum øðrum sáttmálakrøvini síðst í november, og nakrir fundir vóru fyri jól. Miðað varð eftir at fáa samráðingarnar lidnar fyri jól, men tað eydnaðist ikki. Báðir sáttmálarnir vóru galdandi til 1. januar, men arbeitt verður eftir teimum, so leingi samráðingar eru. Partarnir hittast aftur týsdagin. Tað er ein vaksandi uppgáva at taka sær av børnum, sum ikki duga føroyskt, og hetta byrjar at ganga útyvir onnur børn, tí tað verður minni og minni tíð til hvørt barnið, sigur Katrin Bjarnadóttir, sum er talilærari á Sernám Hon heldur at tað er ein trupulleiki, at Sernám skal hava ábyrgdina av børnum, sum ikki duga føroyskt. Vit mugu seta inn fyrr og á ein meira skipaðan hátt, sigur Katrin Bjarnadóttir, sum hittir nógvar familjur, har annað ella bæði foreldrini eru føroysk Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, er samdur í, at tað er ein uppgáva, sum er for stór til, at ein stovnur kann lyfta hana Móttøka verður á Føroya handilsskúla á Kambsdali í dag frá klokkan 15 og 17 í sambandi við, at 25 ár eru síðan, at skúlin varð tikin í nýtslu og fór undir sítt virksemi. Í dag ganga 250 næmingar á Føroya handilsskúla á Kambsdali og har arbeiða 35 starvsfólk. Í sambandi við 25 ára dagin hjá skúlanum, hava næmingar á skúlanum gjørt hendan lítlan filmin um skúlan. Aganevndin og Dómsnevndin hjá Hondbóltssambandinum góvu Team Klaksvík viðhald, og í dag staðfesti Ítróttardómstólurin, at spælarin var ólógligur eftir reglunum. Kyndil vísir í sínum svarið á, at Hondbóltssambandið skal ikki blanda seg upp í slík mál og eggja feløgum at kæra. Tað skulu feløgini sjálvi taka sær av. Kyndil førdi fram móti Dómsnevndini, at kærumálið átti at verið kolldømt, og at upprunaliga úrslitið, 32 18 til Kyndil, átti at verið standandi. Ítróttardómstólurin staðfestir í dag, at reglurnar siga einki um, hvar eitt felag skal hava fingið sína vitan frá, tá kært verður. Enn er ógreitt, hvat er hent í jødisku sølumiðstøðini, men hildið verður at fimm fólk eru tikin gíslar, og óváttað tíðindini vilja vera við, at tvey fólk eru dripin í álopinum. Fyri brøðrasamkomuna í Klaksvík gjørdist 2014 eitt serligt ár. mars kundu tey nevniliga lata dyrnar upp til nýggja Betesda. Tað er eitt stórt, stásiligt og modernað hús. Rannvá Fossaberg hevur verið á rundferð í nýggja Betesda, saman við Eyðuni Elttør Eyðun saknar ikki gamla Betesda, tí tað nýggja hóskar seg betur til nútíðina. 10 fólk á satirublaðnum Charlie Hebdo vórðu dripin, tá vápnaðir gerningsmenn mikudagin trokaðu seg inn á redaksjónina og skutu frá hond. Starvsfólkini á blaðnum vórðu dripin fyri at nýta teirra lógartryggjaða talufrælsi. Tveir politistar lótu eisini lív í atsóknini. Síðani hava verið fleiri skothendingar, tvær gíðslatøkur og yvirhøvur tykist støðan í Fraklandi vera kaotisk. Atsóknin, sum framvegis ikki er endað, verður rópt eitt alop á fólkaræðið, eitt álop á talufrælsið. Tí broytir vangamyndin í kvøld skap og verður ein eykasending um yvirgangsatsóknina á Charlie Hebdo. Dagur og Vika verður tí eisini longd til ein tíma. Gestir í sendingi eru Rólant í Skorini, magistari í fronskum og religiónsvísindi, Hanna Jensen, franskur konsulur, Brynhild Thomsen, journalistur og Annfinnur Heinesen, háskúlastjóri. Mikudagin vórðu leiðandi starvsfólkini á franska satiru blaðnum Charlie Hebdo dripin í kaldum blóði, meðan tey sótu á redaktiónsfundi. Í dag byrjaði framleiðslan av einari nýggjari útgávu av blaðnum. Starvsfólk, ið yvirlivdu yvirgangsatsóknina um middagsleiti mikudagin, eru farin til verka at framleiða tilfar til næstu útgávuna av Charlie Hebdo í hølunum hjá blaðnum Liberation í Paris. Millum starvsfólkini vóru klummu skrivarin Patrick Pelloux og advokaturin hjá Charlie Hebdo, Richard Malka. Hann segði við AFP í gjár, at ein serútgáva av teimum, ið yvirlivdu, kemur út mikudagin og prenta verða eina millión eintøk og ikki 60.000, sum er vanliga upplagið hjá blaðnum. Hetta hendir samstundis sum servand fronsk løgreglulið royna at steðga tvey gíslarán, sum hava beinleiðis samband við yvirgangsatsóknina á Charlie Hebod. Kouachi beiggjarnir hava girt seg inn í einari prentsmiðju í býnum Dammartin, og tvey fólk, ið stuðla Kouachi beiggjunum, hava tikið fimm fólk gíslar í einari jødiskari sølumiðstøð í Paris. Dansk føroyska Helena, ella rættari Franka, ger elektroniskan tónleik. Hon hevur millum annað spælt konsertir í New York, og nú er hon í Føroyum í samband við konsert á Reinsarínum. Sum sæst á upptøkunum, so endaði atsókin við skotbardaga millum servandu løgregluliðini og gíslaránaran, og í øllum førum ein løgreglumaður varð særdur. 10 fólk á satirublaðnum Charlie Hebdo vórðu dripin, tá vápnaðir gerningsmenn mikudagin trokaðu seg inn á redaksjónina og skutu frá hond. Vit umrøða hendingina og støðuna í Fraklandi í hesi sersendingini. Gestir eru Rólant í Skorini, magistari í fronskum og religiónsvísindi, Hanna Jensen, franskur konsulur, Brynhild Thomsen, journalistur og Annfinnur Heinesen, háskúlastjóri. Grikkaland varð undan dystinum mett sum stórur favorittur, og tí telist hetta úrslitið millum størstu brøgdini í føroyskari hondbóltssøgu. Føroyska U 21 landsliðið skal aftur í morgin spæla HM undankappingardyst. Tá verður Serbia mótstøðuliðið. Serbia verður mett sum sterkasta tjóðin í bólkinum. Tey 10 fólkini, ið skulu hoyrast í samband við kanningina av Eik Grunninum og eftirlitið við grunninum, fáa mánadagin bræv frá Grein 19 nevndini hjá løgtinginum, ið er sett at kanna viðurskiftini. Nevndin avgjørdi mánadagin, at hon vil hoyra tíggju fólk fyri at fáa málið lýst sum best. Nevndin ætlaði at biðja fólkini koma á fund í viku fýra, sum byrjar 19. januar, men hetta er nú útsett til 28., 29, og 30. januar. Sambært viðmerkingunum til stýriskipanarlógina kunnu fólk, hvørki alment lønt ella onnur, sum fáa boð um at koma at svara spurningum hjá einari grein 19 nevnd, ikki nokta. Í viðmerkingunum stendur millum annað, at er neyðugt at fáa fram upplýsingar frá privatum, sum draga seg undan, ber til at byrja rættarmál við kravi um, at tann privati verður dømdur at útflýggja ella greiða frá. Nakrir teirra, sum Grein 19 nevndin ætlar at spyrja, eru stevndir. Rættarmálið byrjar ikki fyrr enn eftir, at Grein 19 nevndin er liðug við sína frágreiðing, og tí kann tað møguliga koma teimum aftur um brekku, um teirra frágreiðingar standa í frágreiðingini hjá Grein 19 nevndini. Eg havi goldið teimum fyrstu tónleikarunum løn. Um eina viku hava øll tey, ið spældu á MíttLand í fjør, eisini fingið sín pening, sigur Gudmund Djurhuus, høvuðsfyriskipari av MíttLand. Tað var 5. og 6. september í fjør, at skipað varð fyri føroyskum tónleikafestivali á Amager. Tá fyriskipararnir gjørdu festivalin upp, varð eisini greitt, at útivið 200.000 krónur vórðu stolnar. Nú, fýra mánaðir seinni, fáa tónleikararnir, ið spældu á MíttLand, loksins pening fyri framførslur sínar. Tað er ikki tí at fyriskipararnir hava fingið stolna peningin aftur, at tónleikararnir nú fáa løn. Tær 200.000 krónurnar, ið vórðu stolnar frá MíttLand í september í fjør, eru ikki komnar afturíaftur enn. Tí mátti fyriskiparin, Gudmund Djurhuus, fíggja stuldurin á MíttLand á annan hátt. Eg mátti skipa fyri eini konsert á Tvøroyri ímillum jól og nýggjár, soleiðis at tónleikararnir á MíttLand kundu fáa sín pening, tí eg má jú koma víðari, sigur Gudmund Djurhuus. 27. desember varð skipað fyri konsert við Alex Bærentsen, Kristinu Bærentsen, Evi Tausen og Hallelujah Sofus. Yvirskotið frá konsertini verður nú brúkt at gjalda lønarútreiðslurnar til MíttLand 2014. Málið varð latið løgregluni í Keypmannahavn í september, so skjótt fyriskipararnir varnaðust, at peningur, ið var komin inn á tiltakinum, var horvin. Enn er tó ikki vist, um haldgóð prógv eru fyri, at málið kann lætast rættinum at taka støðu til. Fyriskiparin, Gudmund Djurhuus, varð avhoyrdur av løgregluni mánadagin, og fleiri onnur fólk skulu nú eisini avhoyrast. Nú fáa vit so at síggja, um nóg mikið av prógvum eru til at rætturin kann taka støðu í málinum, sigur Gudmund Djurhuus. Hann hevur enn ikki tikið støðu til, um MíttLand verður aftur í ár. Upprunaliga var ætlanin ikki at bjóða skeiðið útaftur fyrr enn í september, men hóast 20 aftrat sleppa framat, er bíðilistin langur enn. Millum annað tí nógva umrøðan í fjølmiðlunum hevur ført við sær, at fleiri eru gjørd varug við málskeiðið, sigur stjórin fyri Tórshavnar kvøldskúla, Jógvan Sørin Hansen. Kvinna skrivar, at maðurin tosar alla tíðina í telefon við aðra kvinnu. Tá hon spyr hann um hetta, svara han henni ófantaliga aftur. Foreldur skriva at báðir synirnir vóru heima í summar við teirra makum. Eina verdóttirin hevði als ov stóran áhuga fyri hinum beiggjanum. Skulu tey sum foreldur siga nakað Eini hjún hava búð nógv ár í Føroyum. Fingið børn og hava roynt at liva júst sum føroyingar gera. Men teir halda ikki, at føroyingar halda tey vera rættar føroyingar , tí tey spyrja javnt og savnt um, hvat tey eta og viðmerkja teirra dialekt. So hvat skal til fyri at vera ein rættur føroyingur Kvinna skrivar um siðvenjuna í Føroyum at tá onkur bjóðar í føðingardag og annað, so hava øll mat við. Skrivarin heldur, at ongin torir at siga nei, men matur og so gávan kann verða til eina fitta upphædd. Tað gongur væl hjá húsameklarafyritøkum at selja sethús í Føroyum í løtuni. So mikið væl, at tann eina av teimum stóru meklarafyritøkunum í fjør setti met. Húsameklarafyritøkan Skyn hevur ongantíð áður selt so nógv sethús, sum fyritøkan gjørdi í 2014. Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Skyn , nú 2014 er gjørt upp. Í 2014 setti Skyn met, tá fyritøkan hevði 174 húsasølur um hendi. Skyn seldi 42 prosent fleiri sethús í 2014 enn fyritøkan gjørdi árið frammanundan, í 2013 Eisini hjá kappingarneytanum longur uppi í miðbýnum í Havn, hjá húsameklarafyritøkuni Inni, er ferð komin á sethúsasøluna, sigur stjórin. 2014 royndist betri hjá okkum enn 2013. Høvuðsorsøkin er lága sethúsarentan, ið ger at fólk lættari fáa húsalán, sigur stjórin, Kára á Dunga. Tað er serliga í Havn, at báðar húsameklarafyritøkurnar selja nógv sethús. Nógv hús verða í løtuni eisini seld í Klaksvík, Eysturoy og Norðurstreymoy. Samstundis sum bæði Skyn og Inni boða frá, at tað gongur væl at selja sethús í Føroyum, serliga í høvuðsstaðarøkinum, fer prísurin eisini uppeftir. Eini sethús í Havn verða seld fyri 400.000 krónur meira nú í mun til fyri einum ári síðan, sigur Kára á Dunga, stjóri í húsameklarafyritøkuni, Inni. Fyri einum ári síðan stóðu sethús í Havn á sølulista í umleið eitt hálvt ár, áðrenn tey vórðu seld. Tann gongdin er eisini broytt hetta seinasta árið. Nú er tað tvífalt so skjótt hjá okkum at selja eini sethús. Miðaltíðin, hús standa til sølu, er nú umleið tríggjar mánaðir, sigur stjórin í Inni, Kára á Dunga. Høvuðsorsøkin, til at sethús nú verða seld tvífalt so skjótt, er, at eftirspurningurin eftir sethúsum í Havn í løtuni er munandi størri enn útboðið er, og tá gongur skjótt at selja, sigur stjórin í Inni. Árliga nýggjárskonsertin, ið er nummar 21 í røðini, hjá Føroya Symfoniorkestri verður í Norðurlandahúsinum í Havn kvøld klokkan 19 30, og varir konsertin í umleið tveir tímar. Sangsolisturin hesuferð er heimskendi baritonsangarin Vladimir Moroz frá Sankta Pætursborg, har hann er solistur við Mariinsky Operaina. Føroyski guitarspælarin, Ólavur Jakobsen, verður eisini solistur á konsertini. Nýggja felagið, sum skal reka tær tríggjar útvarpsrásirnar, eitur Miðlar. Stjóri í felagnum, fyri tær tríggjar útvarpsrásirnar, er Hálvdan Haldansen úr Vestmanna. Ein av stigtakararum til hesa nýggju rásina, Rúni Djurhuus, sigur við útvarpið, at uppgávan hjá nýggja leiðaranum verður at seta starvsfólk og taka sær av dagligu leiðsluni á útvarpsstøðini. Leiðarin skal halda til í hølunum, har VoxPop og KissFM hava hildið til síðani tær byrjaðu at senda. Í heyst fór ein arbeiðsnevnd til verka at gera eina størri ætlan fyri allar tríggjar rásirnar. Boðað varð frá, at munandi broytingar í sendingum og sendiflatu fóru at verða gjørdar í januar. Nú er so ein nýggjur leiðari settur til samanløgdu útvarpsstøðirnar. Paris í dag. Gerandisdagurin gongur sína gongd og vitsti tú ikki betri, so sæst tað ikki, at franski høvuðsstaðurin hevur verið karmur um eina ræðuliga yvirgangsatsókn á satirublaðið Charlie Hebdo og síðani tvær gíðslatøkur. Í dag verður stórt mótmælistiltak í París. 40 statsleiðarar og politikarar luttaka á mótmælistiltakinum í dag, teirra millum David Cameroon úr Onglandi, Angela Merkel úr Týsklandi, Mariano Rajoy úr Spania, Mahmoud Abbas úr Palestina og Benjamin Netanyahou úr Ísrael. Trygdin er í hásæti ein dag sum í dag. Síðani tíðliga í morgun, áðrenn klokkan varð seks, fóru túsundtals løgreglufólk á gøturnar. Hetta serliga á Place de la Republique, men eisini við onnur almenn støð og stovnar. Herurin luttekur eisini í trygdartiltakinum í dag, umframt at fleiri metrolinjur í býnum eru stongdar. Tað er ógvuliga sjáldsamt, at Norrøna noyðist at kroka, sigur skiparin, Petur av Vollanum. Men veðrið má sær ráða, og tað er ikki annað at gera enn at laga seg eftir tí, leggur hann aftrat. Skiparin metir, at ferðin heim aftur til Føroya eisini er ein avbjóðing og kann blíva drúgvari enn vanligt. Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin, er nú eisini farin uppí kjakið um, hvørt vit í Føroyum skulu taka ímóti flóttafólki ella ikki. Í einum tíðindaskrivi, ið var sent miðlunum í gjár, sigur Edmund Joensen, at tað fer at kosta landskassanum 160 milliónir krónur um árið at taka ímóti flóttafólkum. Hetta byggir fólkatingmaðurin á tøl frá Rockwool grunninum. Kringvarpið hevur hugt nærri at útrokningunum hjá Rockwool grunninum, og tað vísir seg, at onki høpi er í útrokningunum hjá fólkatingsmanninum. Útrokningin hjá Rockwool grunninum byggir á tøl fyri allar tilflytarar frá ikki vestanlondum bæði flóttafólk og vanligir tilflytarar. Tølini eru altso ikki reinsaði fyri flóttafólk. Eisini vísir greiningin hjá Rockwool grunninum, at um vit hyggja at tølunum fyri allar tilflytarar, tað er bæði úr vestanlondum og ikki vestanlondum, so eru tilflytararar ein nettoinntøka hjá danska statskassanum. Ein útrokning hjá føroyska landsstýrinum frá 1999 vísir, at tað kostar umleið 12 milliónir krónur um árið at taka ímóti 50 flóttafólkum. Altso næstan 150 milliónir krónur minni enn tað Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin, sigur í tíðindaskrivinum í gjár. Hetta tal skal tó takast við størsta fyrivarni, tí nógvir faktorar kunnu ávirka kostnaðin av flóttafólkum. Fyrsta túrin undir Íslandi í 1950 við Pilot tjenti Knút valla fyri útreiðslurnar til úgerðina. Várið 1951 var hann messur við trolaranum Eiðiskolli. Eftir tað varð trolarin lagdur og seinni seldur. Var hetta summarið í Grønlandi við vágstrolaranum Rádna. Hann gjørdi ikki nógvar túrar eftir tað. Í 1952 fór Knút Vesturdal við norðmonnum. Fyrstu árini bara í Grønlandi, men frá 1955 eisini á sild í Noregi. Stundum fekst væl burturúr. Ferðast varð ímillum við ymsum skipum. Einaferð, teir skuldu heim, var Tjaldrið farið í dokk í Danmark, Fingu eina unniliga ferð við einum gomlum týskum farmaskipi og onki bonn. Mótmælisgongan byrjaði klokkan 14, og tað var sum seyður í rætt á Place de la R publique. Fólk, sum Kringvarpið hevur tosað við, siga við ein munn, at tað, sum hendi í París, á ongan hátt kann góðtakast. Semja er eisini um, at hetta einki hevur við religión at gera. Veðurstovurnar siga frá illveðri næsta samdøgrið. Til dømis sigur danska veðurstovan, DMI, frá stormi upp í ódn fyrrapartin í morgin. Jens Petur Brattalíð, ferðslusamskipari hjá Strandferðsluni, sigur, at tey taka støðu til møguligar avlýsingar tíðliga í morginári. 29 prosent av teimum ungu, sum tóku lut í stóru spurnakanningini, Ungfólk í Føroyum 2012, hava ein pápa, sum roykir dagliga, og 30 prosent hava eina mammu, sum roykir dagliga. 27 prosent av teimum ungu hava systkin, sum roykja dagliga. Tað skrivar heimasíðan hjá Lærarafelagnum, og vísir til stóru spurnakanningin, Ungfólk í Føroyum frá 2012, sum Firus Gaini, granskari, hevur gjørt í 9. flokkum kring alt landið. 19 av tilsamans 21 skúlum við 9. flokkum luttóku. 105 ung siga seg roykja ella hava roykt sigarettir dagliga. Og 34 av hesum ungu royktu dagliga, tá tey vóru 13 ár ella yngri. 23 ung fýra prosent hava roynt hassj og 13 ung minni enn trý prosent hava roynt marijuana. Fýra ung høvdu roynt hassj innan tey fyltu 13 ár. Granskingarverkætlanin var slóðbrótandi samstarv millum Rannsóknir og Greining á Háskúla Reykjavíkar og Námsvísindadeildina á Fróðskaparsetrinum. Tað upplýsa indonesisku myndugleikarnir sambært AFP tíðindastovuni. Í gjár varð velið á flogfarinum tikið upp av havsins botni. Roknað varð tá við at finna upptøkutólini til svarta kassan har. Men tað vóru tey ikki. Tey vóru eftir øllum at døma skrødd leys, tá flogfarið datt niður. Men eftir at velið varð tikið upp, hildu ljóðsignal fram at koma av havbotninum. Og kavarar hava nú funnið svarta kassan á 30 metrar dýpi. Í svarta kassanum eru tekniskar upplýsingar og upptøkur av ljóði sum kunnu geva eina ábending um, hví flogfarið datt niður. Tað er av alstórum týdningi at finna svarta kassan skjótast gjørligt, tí battaríini í kassanum megna bert at senda signal í 30 dagar. Flogfarið datt niður 28. desember. Sum skilst hevur sonar útgerðin eisini funnið ein stóran lut í sama øki sum svarti kassin varð funnin. Hildið verður, at tað er sjálvur bulurin á flogfarinum, sigur Sur yadi Supri yadi, leiðari fyri leitingarátakið, við sjónvarpsstøðina, Metro TV. Tað skuldi verið ávís sannlíkindi fyri at funnið fleiri av teimum, sum doyðu í flogfarinum. Tí hildið verður, at fleiri av offrunum framvegis eru í ferðafólkarúminum. Higartil hava bjargingarlið bara funnið 55 lík av teimum tilsamans 162 fólkunum, sum vóru við Air Asia flogfarinum. Politikkdeildin á Mentamálaráðnum varð býtt sundur í tvey 1. januar nevniliga Undirvísingardeildina og Mentanardeildina, skrivar heimasíðan hjá Lærarafelagnum . Vitanardeildin er niðurløgd, og virksemið har er flutt inn á ávikavist Stýrisdeildina, Undirvísingardeildina og Aðalskrivstovuna. Fýra menn stjórna Mentamálaráðnum frá 1. januar. Poul Geert Hansen, aðalstjóri, Olaus Jespersen, deildarstjóri á Undirvísingardeildini, Martin Næs, deildarstjóri á Mentanardeildini, og Bjarni Wilhelm, deildarstjóri á Stýrisdeildini. Tilsamans 28 fólk starvast í Mentamálaráðnum. Síðan fyritøkan varð stovnað í 2009, hevur hon útvegað elaktrikarum, maskinmonnum, smiðum, sveisarum og øðrum handverkarum vælløntar arbeiðsuppgávur í On og Offshore vinnuni, serliga í Noregi, men eisini aðrastaðni kring knøttin. Enn hava hópuppsøgnir í norsku frálandavinnuni ikki havt stórvegis ávirkan á virksemið hjá Faroe Offshore Service. Heldur ikki er líkt til, at stóra virðislækkingin av norsku krónuni hevur minkað stórvegis um áhugan hjá føroyingum at arbeiða uttanlands, hóast hetta hevur havt við sær, at lønarposin hjá teimum er nógv tódnaður. Fyri triðju ferð hevur Fasti Gerðarrætturin sagt, at verkfallið, sum Starvsmannafelagið lýsti fyri portørar og ambulansustarvsfólk 1. februar 2009, var ikki í lagi, tí tað varð lýst við ov stuttari freist. Starvsmannafelagið vildi hava allar dómararnar í Fasta Gerðarrættinum at viðgera málið, og 30. desember í fjør gjørdu teir átta dómararnir úrskurð. Meirilutin, fimm dómarar, staðfesti avgerðirnar frá 2010 um óheimilað stríðsstig, tí verkfallið varð ikki lýst við lógligari freist. Fíggjarmálaráðið fekk tí viðhald fyri triðju ferð. Hinir tríggir dómararnir góvu Starvsmannafelagnum viðhald. Hetta var fyrstu ferð, at Fasti Gerðarrætturin var fullmannaður. Vanliga eru tríggir dómarar í Fasta Gerðarrætti. Er talan um týðandi mál, sum Fasti Gerðarrættur hevur avgjørt, ber til, eftir áheitan, at taka málið upp aftur í fullmannaðum gerðarrætti. Skip, sum frysta makrelin, og skip, sum hava RSW tangar, tað vil siga tangar við køldum sjógvi, hava fyrsta rætt til at fiska makrel í ES sjógvi. RSW tangar koma fram um aðrar køliskipanir. Og harafturat verða skipini raðfest eftir stødd. Nú eigur at bera til hjá Vørn at býta út loyvini at fiska makrel í ES sjógvi. Fiskimálaráðið hevur broytt kunngerðina, sum Vørn metti seg ikki kunna umsita uttan við lutakasti. Fiskimálaráðið sigur, at nú er kunngerðin so neyvt orðað, at Vørn uttan trupulleikar kann avgera, hvørji skip, onnur enn nótaskipini, sleppa í ES sjógv. Talan er framvegis um felagskvotu, men nú er hámarkið fyri hvørt skipið farið niður í helvt. Hámarkið var 1737 tons í gomlu kunngerðini, sum kom beint fyri jól í fjør. Í nýggju kunngerðini, sum kom í gildi leygardagin, kann hvørt skip fiska í mesta lagi 868,5 tons. Vørn fekk knappliga 40 umsóknir til átta loyvi at fiska makrel í ES sjógvi. Soleiðis sum kunngerðin var orðað, metti Vørn seg ikki kunna taka dagar millum, hvør skuldi fáa loyvi og hvør ikki. Vørn avgjørdi tí at kasta lut um loyvini. Men tað góðtók Fiskimálaráðið ikki, og lutakastið, sum skuldi vera týsdagin í farnu viku, varð avblást. Fiskimálaráðið lovaði at broyta kunngerðina, so eingin ivi er um, hvør eigur fyrsta rætt til makrelin, sum Føroyar eiga í ES sjógvi. Broytingin varð lýst fríggjadagin og kom í gildi leygardagin. Kunngerðin er eisini galdandi fyri fiskiskap í norskum sjógvi. Og sambært Teyggjuni vórðu loyvi at fiska makrel skrivað longu fríggjadagin. Fólk, sum verða skumpaði út fyri tok og gamlar ommur í Afrika, sum verða illa viðfarna. Hetta eru millum hendingarnar unga myndakvinnan, Gvøðny Miriam Gunnarsdóttir, hevur verið vitni til á Facebook, og sum hava fest seg í minninum. Eyðfinn Magnussen hevur í vetur savnað hagtøl um, hvussu nógvar harur verða skotnar ymsastaðni kring landið. Innsavnining er nú um at vera liðug. Omanfyri stendur at skotnat eru 9138 harur í 2014. Hetta var umleið eina viku áðrenn kanningin var liðug. Nú er komið væl á veg. Á kortinum niðanfyri, sum Bjarki G. Dalsgarð hevur gjørt, sæst í hvørjum hagapørtum, harutølini eru skrásett. Reytt vísir, at harur eru skotnar og at hagtøl eru komin inn. Appilsingult Harur skotnar, eingi tøl skrásett. Grønt Eingin túrur eingin hara skotin. Kortið vísir, at Mykines, Vágar, Streymoy, Nólsoy eru allar 100 litaðar. Viðoy og Hestur mangla ein hagapart. Kunoy mangla tveir. Borðoy, Svínoy og Skúvoy mangla 3. Hinar oyggjarnar mangla fleiri hagapartar. Komið við seinastu tølunum Á kortinum niðanfyri sæst eisini, hvørjir hagapartar framvegis mangla. Eg fari tí at heita á harumenn, um at senda mær tey seinastu tølini, so eg kann fara undir at skriva tað endaligu frágreiðingina um Haruveiðan í Føroyum í 2014. Tølini kunnu antin skrivast á Facebook síðuna ella sendan til mín við telduposti. Allir bussar hjá Bygdaleiðum er fyribils settir vegna veður, boðaði Strandferðslan frá á heimasíðuni hjá stovninum, fyri løtu síðan. Avlýsingarnar koma í kjalarvørrinum á ringu veðurforsøgnini, tær ymisku veðurstovurnar hava boðað frá fyri meginpartin av landinum. Klokkan 10 34 vóru hvirlur í Skopun upp í 51 metur s. Enn er ikki greitt, nær Bygdaleiðir taka koyringina uppaftur, sambært Strandferðsluni. Maria Canabal taldist millum teirra, sum mótmæltu á Place de la Republique sunnudagin og tað hevði hon fleiri orsøkir til. Hon hevur búð í Paris í nógv ár, hon er journalistur og hon kendi Charb, Stephane Charbonnier, sum var redaktørur á satirublaðnum Charlie Hebdo, áðrenn hann og 11 onnur vórðu skotin og dripin í sambandi við álopið mikumorgunin. Serliga á Porkerishálsi og Krambatanga er ringt veður. Landsverk boðaði fyrr í morgun frá, at tað vóru 40 metrar um sekundið á Porkerishálsi og 36 metur s á Krambatanga. Sýslumaðurin í Suðri biður fólk vísa umhugsni, tá tey ferðast uttandura og bara at ferðast millum bygdir, um tað er hægst neyðugt. Ringa veðrið, boðað hevur frá skuldi raka landið fyrrapartin, rakti fyri løtu síðan sunnastu oynna, har fleiri skaðar longu eru fráboðaðir. Í Vági hava fleiri sethús fingið skaða, har klædningurin er rivin, og vindeygu eru farin inn í nógva vindinum, skrivar Suðurrás á netinum. Fleiri skúlar í Suðuroy valdu eisini at senda skúlabørnini heim, tá ringa veðrið rakti. Tað hendi eftir at streymurin fór í Suðuroy fyrrapartin. Ein tekja var fyri løtu síðan við at loysna á einum sethúsum í Trongisvági, upplýsti Oddur Dimon, sløkkiliðsleiðari á Tvøroyri fyri útvarpinum, fyri løtu síðan. Sýslumaðurin í Suðuroy, Jaspur Vang, bað fyrr í morgun fólk vísa umhugsni , tá tey ferðast uttandura. Hann ráddi somuleiðis fólki frá at koyra, var tað ikki hægst neyðugt. Í útvarpstíðindunum klokkan 12 20 kanst tú frætta meira og fáa yvirlit yvir, hvussu ringa veðrið hevur rakt ymsastaðni í landinum fyrrapartin. Jumbo Stay hevur 33 kømur og 80 seingjarpláss. Tey bíligastu kømrini eru í miðhæddini, men vilt tú hava svituna, mást tú upp í stýrhúsið at sova. Sløkkiliðið í Vági hevur fyrrapartin fingið fráboðan um sjey vindskaðar, tá ringa veðrið rakti sunnastu oynna í landinum mánamorgunin. Vindeygu eru farin inn, húsaklædningar hava rivið, takplátur eru farnar á frystihúsinum og onkrar tekjur eru eisini farnar á sethúsum. Tað var stutti samandrátturin, tá útvarpið tosaði við Gudmund Jacobsen, sløkkiliðsleiðara í Vági, í tíðindasendingini klokkan 12 20. Vit hava fyribils fingið fráboðan um átta vindskaðar á Tvøroyri fyrrapartin, sigur Oddur Dimon, sløkkiliðsleiðari á Tvøroyri við útvarpið. Húsaklædningar høvdu fingið skaða og onkur lyktapeli var farin av um tvøran. Hann var vestan í ættini, og tað er ikki ringasta ættin í oynni, sambært sløkkiliðsleiðaranum á Tvøroyri. Óli Jógvansson hevur gjørt lagið, Gunnar G. Guttesen hevur lagt til rættis, David Christiansen hevur útsett til orkestur og Ólavur Jakobsen hevur lagt guitarpartin til rættis. Nær er tað satira, nær verður gingið talu og teknifrælsinum ov nær og hvar er etiska markið, tá tú teknar satiru. Jan Muller, sum hevur sitið sum blaðstjóri á Sosialinum frá 1984 til 2010, var í útvarpsstovuni og við í telefonini úr Keypmannahavn var Mannis Egholm, sum hevur teknað satiru í nógv ár. Hannis Egholm tosar um hvussu neyðugt tað er at hava satiru í dag og vikubløðum, og Jan M ller tosar um tíðarskeiðið tá Óli Petersen hevur teknað satiru í Sosialinum. Óli Petersen er framvegis satiruteknari. Nú teknar hann fyri tíðindaportalin, portal.fo Í fjør vórðu goldnar 7,6 milliardir krónur í lønum í Føroyum. Tað eru 5,7 prosent meira enn í 2013. Hetta er størsti vøkstur síðani 2008, tá vøksturin var átta prosent, upplýsir Hagstovan . Lønarvøkstur var í flestu vinnugreinum í fjør. Bara í vinnugreinunum Postur og samskifti og Fígging og trygging var minni goldið í løn í fjør enn árini framvegis. Størsti lønarvøksturin í fjør var í flutningsvinnuni á sjógvi og landi, 14,5 prosent. Ein støðugt vaksandi partur av lønargjaldingunum í Føroyum kemur frá tænastuvinnum, almennum og privatum, men parturin hjá framleiðsluvinnunum minkar. Framleiðsluvinnan átti næstan 50 prosent av lønunum fyri 30 árum síðani. Nú eigur hon 30 prosent. Ein almennur stovnur sum Brúkaraumboðið skal ikki selja skeið. Vinnufyritøkur eru, sum bjóða skeið, sigur Vinnuhúsið. Brúkaraumboðið spurdi fríggjadagin Vinnuhúsið, um tað vil hava, at Brúkaraumboðið skal fara undir kappingaravlagandi virksemi. Tað gjørdi Brúkaraumboðið eftir at felagið Samskifti fanst at Brúkaraumboðnum fyri at krevja pengar fyri skeið. Brúkaraumboðið, Rannvá Ragnarsdóttir, svaraði, at skal Brúkaraumboðið bjóða skeið ókeypis, er tað kappingaravlagandi, tí onnur, sum bjóða fram skeið, gera tað ikki fyri einki. Rannvá Ragnarsdóttir spurdi tí Vinnuhúsið felagið Samskifti er í Vinnuhúsinum um onnur har eisini vilja hava, at Brúkaraumboðið bjóðar skeið ókeypis ella fyri undirprís. Skal Brúkaraumboðið bjóða skeið ókeypis ella fyri undirprís, er tað kappingaravlagandi fyri vinnuna. Sjálvandi er tað ikki í lagi, at Brúkaraumboðið bjóðar skeið fyri undirprís, svarar Vinnuhúsið. Men Brúkaraumboðið kann arbeiða saman við vinnufeløg um ávís skeið, halda tey í Vinnuhúsinum. Heilsumálaráðharrin segði annars í september í fjørð, at hann persónliga fór at leggja uppí, um trupulleikin ikki var loystur, men síðani hava fleiri dømir verið um, at kvinnur verða avvístar á landssjúkrahúsinum, hóast illgruni er um krabbamein, sigur Marjus Dam, formaður í Kommunulæknafelagnum. Tað er eitt sindur óvist, tí tað er nógvur vindur enn, men væntandi fáa vit skipini aftur í sigling seinni í kvøld, sigur Jens Petur Brattalíð, ferðslusamskipari hjá Strandferðsluni. Hann væntar, at Sam siglir fyrsta túrin klokkan 18 30 í kvøld, og at hini skipini hjá Strandferðsluni eisini taka siglingina uppaftur seinni í kvøld, tá veðrið er batnað. Ferðslusamskiparin hjá Strandferðsluni væntar, at leið 100 og 300 hjá Bygdaleiðum byrja koyringina aftur um ein slakan tíma ella so, segði hann við útvarpið klokkan 15. Í morgin fer ein serfrøðinganevnd at leggja fram sína niðurstøður av kanningum, hon hevur gjørt av Fróðskaparsetrinum seinasta árið. Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, setti á heysti í 2013 eina serfrøðinganevnd at eftirmeta Setrið. Endamálið við eftirmetingini er at tryggja, at stovnurin livir upp til altjóða krøv, sum verða settar til granskingargrundaðar universitetsútbúgvingar. Nevndin er nú liðug og fer í morgin at almannakunngera sínar niðurstøður og koma við tilmælum. Í serfrøðinganevndini eru Linda Nielsen, professari á Universitetinum í Keypmannahavn, Jón Torfi Jónasson, professari á Háskóla Íslands og J rg Glauser, professari, sum starvast á universitetunum í ávikavist Z rich og Basel. Hetta er fyrsta eftirmetingin av sínum slag av Fróðskaparsetrinum. Framløgan av eftirmetingini verður í Mentamálaráðnum í morgin klokkan 15, og framløgan er almenn. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, sigur, at arbeitt verður við nýskipanini, men hon fer ikki at vera klár til 1. februar. Hann hevur kortini vónir um, at tað fer at eydnast um at finna semju um eina fiskivinnunýskipan. Battle of the North kappingini, sum er kapping fyri sterkar menn, fer at hava hin sterkasta í heiminum við, tá kappingin verður í september. Bogi Hammer, sum er fyriskipari, váttar,at litaviski Zydrunas Savickas eisini nevndur Big Z verður við í kappingini, sum verður hildin 12.september. Hvør einasti løntakari í Føroyum kundi fingið 2.500 krónur í skattalætta um mánaðin, um landið tók tilfeingisgjald av teimum virðum, sum verða latin uppsjóvarvinnuni ókeypis. Ongin semja verður um eina fiskivinnunýskipan fyri 1. februar. Samgongan er millum annað ósamd um tilfeingisgjaldið og veiðiloyvini. Samgonguflokkarnir semjast ikki um nakra fiskivinnunýskipan fyri 1. februar sum ætlað, og Kjartan Hoydal, fiskifrøðingur og fyrrverandi fiskivinnustjóri, væntar ikki, at nøkur fiskivinnunýskipan kemur í hesum valskeiðnum heldur. Kjartan Hoydal sigur, at tað, sum politikararnir rópa tilfeingisgjald, hevur einki við tilfeingisgjald at gera. Tað verður kravt inn fyri at tippa hol í landskassanum, men veruliga tilfeingisgjaldið fer í privatar lummar heldur enn landskassan. Fyrsta túrin undir Íslandi í 1950 við Pilot tjenti Knút valla fyri útreiðslurnar til úgerðina. Várið 1951 var hann messur við trolaranum Eiðiskolli. Eftir tað varð trolarin lagdur og seinni seldur. Var hetta summarið í Grønlandi við vágstrolaranum Rádna. Hann gjørdi ikki nógvar túrar eftir tað. Í 1952 fór Knút Vesturdal við norðmonnum. Fyrstu árini bara í Grønlandi, men frá 1955 eisini á sild í Noregi. Stundum fekst væl burturúr. Ferðast varð ímillum við ymsum skipum. Einaferð, teir skuldu heim, var Tjaldrið farið í dokk í Danmark, Fingu eina unniliga ferð við einum gomlum týskum farmaskipi og onki bonn. 412 milliónir krónur meira vórðu rindaðar í lønum í Føroyum í fjør. Menn fingu 319 milliónir meira, og kvinnur fingu 93 milliónir meira. Hetta var ikki gamalt. Sambært Hagstovuni fingu bæði kynini líka stóran lut í lønarvøkstrinum árini 2004 2007. Tá afturgongdin byrjaði í 2008, minkaðu lønirnar hjá monnum, men hjá kvinnum stóð í stað. Seinnu árini hevur vøksturin aftur verið javnur, men í fjør áttu menninir tó størri lut í vøkstrinum. Orsøkin er, at størsti lønarvøksturin var í vinnugreinum, har næstan bara menn arbeiða. Lønir, sum føroyingar fáa uttanlands, eru ikki við í tølunum, sum Hagstovan kunngjørdi í gjár. Seinni í vikuni eru sjey mánaðir síðani, Sunda kommuna sendi Mentamálaráðnum umsókn um at skipa teir fimm skúlarnar í kommununi í ein felags skúla við einari leiðslu fyri allar næmingar í kommununi. Og Sunda kommuna bíðar enn eftir svari úr Mentamálaráðnum, skrivar Skúlablaðið . Á býráðsfundi 16. juni í fjør varð einmælt samtykt at leggja teir fimm skúlarnar í kommununi saman í ein skúla við einari leiðslu. Skúlin verður á Oyrarbakka og skipaður sum skúladepil. Skúlin skal eita Skúlin við Streymin. Men loyvi krevst frá Mentamálaráðnum til slíka samanlegging. Umsóknin fór hagar 17. juni. Og svar er ikki komið, sigur Jógvan Kruse, fíggjar og fyrisitingarleiðari hjá Sunda kommunu, við Skúlablaðið. Av tí at Mentamálaráðið ikki hevur svarað Sunda kommnunu, hevur býráðið avgjørt ikki at brúka pengar til fyrireikingar, eitt nú prosjektering og tekningar og útgrevstur. Tað undrar tey í Sunda kommunu, at svar ikki kemur úr Mentamálaráðnum. Jógvan Kruse sigur við Skúlablaðið, at Sunda kommuna sendi Mentamálaráðnum umsóknina, áðrenn Mentamálaráðið góðkendi umsóknirnar frá Klaksvíkar kommunu og Tórshavnar kommunu um skúlasamanleggingar. Norr na, sum er á veg úr Hirtshals, verður á Havnini klokkan 23 í kvøld, sigur Rúni Poulsen, stjóri í Smyril Line. Sostatt verður skipið nærum tvey samdøgur seinkað. Tað er ringa veðrið sum er atvoldin til seinkingina. Longu tá Norr na var ávegis til Hirtshals hevði hon ein drúgvan túr. Vanliga verður siglt í 36 tímar úr Føroyum til Danmarkar, men av tí at neyðugt var at kroka undir Hetlandi, tók tann ferðin 52 tímar. Í løtuni er Norr na stødd útfyri Wick í Skotlandi frámerkt á kortinum . Hon siglir við 17 sjómíla ferð, og verður á Havnini klpkkan 23 í kvøld, sigur stjórin. Hóskvøldið klokkan 21 fer Norrøna, sum vant, avstað aftur til Danmarkar. Fólk í Suðurstreymoy, Suðureysturoy og í Sandoynni hava í løtuni ikki streym. Orsøkin er, at ein gravimaskina hevur grivið ein av høvuðskaðalunum hjá SEV í Suðurstreymoy av. Væntandi fáa fólk, har streymurin er burtur í løtuni, streymin aftur áðrenn klokkan 9 30, segði Finn Jakobsen, tekniskur stjóri hjá SEV, við útvarpið klokkan 9. Hetta er aðru ferð í nýggja árinum, sum bert er tvær vikur gamalt, at streymurin er burtur. Fyrstu ferð var leygardagin 3. januar, tá streymurin var burtur í ein tíma seinnapartin. Eisini fiskavirkini rindaðu meira í lønum í fjør enn í 2013 vísa tøl, sum Hagstovan kunngjørdi í gjár. Fiskavirkini rindaðu slakar 340 milliónir krónur í lønum í 2014, 20 milliónir meira enn í 2013. Árligi lønarvøksturin í alivinnuni hevur verið 11 og 16 prosent síðani 2011. Í fjør rindaði alivinnan næstan 280 milliónir í lønum, góðar 30 milliónir meira enn í 2013. Samanumtikið vórðu goldnar 7,6 milliardir krónur í lønum í Føroyum í fjør. Tað eru 5,7 prosent meira enn í 2013. Størsti lønarvøksturin í fjør var í flutningsvinnuni á sjógvi og landi, 14,5 prosent, upplýsir Hagstovan. Hergerð Joensen í Havn var um hálvthundrað ár, tá hon fór at mála, og síðani hevur hon ikki helmað í. Hon hevur verið á alskyns skeiðum og havt eitt ótal av framsýningum, og Hergerð málar altíð. Danial Lydersen á Viðareiði skrivar nógv um staðarnøvn og annað søguligt í heimbygdini og leggur út á Facebook, so onnur kunnu viðmerkja. Hann sigur, at Facebook er serliga væl egnað til slíkt arbeiði. Dagfinnur Danbjørg, sum er ættaður úr Porkeri, trívist avbera væl í Fuglafirði. Hann skrivar javnan um samfelagsviðurskifti, og nú er tað hugskotið hjá landsstýrismanninum at einskilja Landsverk, ið upptekur hann nógv. Birgit Reinert Petersen í Fuglafirði verður pensjonistur um ein lítlan mánað. Hon arbeiðir á oljupalli í Norðsjónum, og har trívist hon so væl, at hon hevur avgjørt ongar ætlanir um at gevast. Skopuningurin Gudmund Jacobsen, vanliga nevndur Guddi, sigldi sum stýrimaður og skipari í mong ár. Nú hann er pensjóneraður, fellur tíðin viðhvørt long, sigur hann. Heilsuhúsið er úrslitið av eini miðvísari tilgongd at leggja til rættis Heilsu og umsorganartænastuna, nú kommunan hevur yvirtikið økið frá landinum 1. januar 2015. Húsið skal veita tænastur til aldrandi borgarar í kommununi. Ein teirra, sum situr í niðaru hædd her á Smyrisvegi, er Erna Hovgaard, sum hevur starvast innan hetta økið í 34 ár. Góðan Morgun Føroyar hevur verið í Heilsuhúsinum og tosað við Ernu Hovgaard Kríggj, forfylging, flóttafólkalegur og svongd. Hetta eru partar av gerandisdegnum hjá nógvum flóttafólkum, og tey hava tørv á hjálp. Útlendsku miðlarnir vísa á sólarmyrkingina í mars, men teir siga eisini, at Føroyar hava nógv annað at bjóða ferðafólki, sambært Visit Faroe Islands. Týdningurin av at verða nevnd í hesum stóru miðlunum kann ikki undirmetast, tí vit síggja ágóðan av hesum um allan heimin, sigur Súsanna Sørensen, leiðari fyri marknaðarføring hjá visit Faroe Islands. The Guardian skrivar millum annað um Hoyma konsertirnar , og í New York Times er tað matmentanin, serliga matstovan KOKS, sum ljós verður varpað. Uppaftur aðrir miðlar vísa Bindifestivalin í Fuglafirði. Hvørjar avleiðingar hevur atsóknin á frælsið hjá fjølmiðlunum Tað er evnið í kjakinum eftir Dag og viku í kvøld, í kjalarvørrinum á yvirgangsatsóknunum í Fraklandi í seinastu viku. Í sjónvarpsstovuni vera Sveinur Tróndarson, blaðstjóri á Dimmalætting, Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum, Ingolf S. Olsen, limur í Fjølmiðlakærunevndini, og Liljan Weihe, leiðari á Aktueltdeildini í Kringvarpinum. Tað hevur ljóðað, at franska satirublaðið, ið var fyri yvirgangi mikudagin í seinastu viku, eisini kemur út í Danmark, og hetta er nú váttað. Vit hava bílagt 300 eintøk, som vit rokna við koma í handlarnar hósdagin ella fríggjadagin, sigur Christian Lanng, stjóri í Bladkompagniet, ið stendur fyri útgávuni í Danmark, við Berlingske . Væntandi fer blaðið at kosta 40 50 krónur í Danmark, sigur Christian Lanng. Verður blaðið útselt í Danmark, verða fleiri eintøk bíløgd úr Fraklandi. Áðrenn yvirgangsatsóknina mikudagin í seinastu viku, var satirublaðið, Charlie Hebdo, prentað í 60.000 eintøkum. Tá blaðið kemur út í morgin, verður upplagið met stórt. Fyrispurningurin eftir blaðnum er nú so stórur, at blaðið í morgin verður prentað í trimum milliónum eintøkum á 16 ymiskum málum, skrivar danski netmiðilin, MediaWatch . Í tekstinum omanfyri á forsíðuni á nýggju útgávuni stendur Alt er fyrigivið og á skeltinum, teknaði maðurin á tekningini heldur í hondunum, stendur Eg eri Charlie. Fyrsta blaðið eftir yvirgangsatsókninina verður kortini skert í síðutølum. Meðan blaðið vanliga hevur verið 16 síður, verður blaðið bert átta síður, tá tað kemur í handlarnar seinni í vikuni. Tilsamans vórðu 17 fólk myrd í Fraklandi í seinastu viku. 10 blaðfólk, trý løgreglufólk og fýra gíslar, tá yvirgangsmenninir vórðu dripnir fríggjadagin. Sjey mánaðir eru farnir síðan sunda kommuna sendi Mentamálaráðnum fyrispurning um at leggja teir fimm skúlarnar í kommununi saman í ein skúla, men enn hevur kommunan ikki fingið svar úr ráðnum. Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, sigur, at orsøkin er, at báðir partar, Eiðis Kommuna og Sunda Kommuna, skulu hoyrast í málinum, tí kommunurnar samstarva um framhaldsdeildina Fýra reiðarí vildu ikki vera við, so eginkvoturnar eru ikki stórar. Men úrtøkan verður størri, tá skipini kunnu fiska, tá best liggur fyri hjá teimum. Fyri at sleppa undan kappfisking, sum gevur verri prís, og fyri at sleppa undan at fiska makrel í bestu upsatíð, hava lemmatrolarar og partrolarar gjørt semju um eginkvotur, hóast Fiskimálaráðið bara gav skipunum felagskvotu við hámarki. Reiðarí, sum eiga 36 av 40 loyvum í trolarabólkinum, eru við í semjuni. Tey eru samd um, at eginkvotan hjá hvørjum skipi er 386 tons, hóast Fiskimálaráðið gav teimum 868,5 tons. Orsøkin er, at fýra skip eru ikki við semjuni. Teirra 868,5 tons í part gera, at 3.474 tons ikki eru við í felagskvotuni, sum er býta millum tey 36 skipini, sum eru við í semjuni. Og tað gevur 386 tons til hvønn trolaran. Semjan, sum bara er galdandi fyri 2015, ger, at flestu skipini bíða við at fara eftir makrelinum, tí nú er besta upsatíð. Sambært semjuni millum tey 20 reiðaríini gjørdi kappfiskiskapurin í fjør, at partrolararnir fingu í miðal hálva aðru krónu minni fyri kilo av makreli enn skip í øðrum bólkum fingu. Trolarnir mistu 45 milliónir krónur, tá semja varð gjørd um at partrolarnir skuldu fáa hálva aðru krónu minni fyri hvørt kilo av makreli. Reiðaríini sendu 2. januar landsstýrismanninum í fiskivinnumálum eina áheitan um at geva skipunum eginkvotur. Hin møguleikin er at seta hámarkið hjá hvørjum skipi so høgt, at tað eggjar øllum reiðaríunum í trolarabólkinum at gera semju, so øll skipini fáa sín part. Men tað vildi landsstýrismaðurin ikki. Hóast reiðaríini, sum eiga tey 36 loyvini, hava lagt upp fyri, at hini fýra, sum ikki eru við, fáa meira í sín part, viðurkenna tey ikki, at teir, sum ikki eru við í semjuni, hava betri rætt til makrelkvotu enn hinir. Leiðreglurnar eru av stórum týdningi eisini eftir at ein mammografiscreening verður sett í verk tí tá snýr tað seg um kvinnur uttanfyri tann aldursbólkin, sum er umfataður av screeningini, sigur formaðurin í Kommunulæknafelagnum, Marjus Dam. Franska løgreglan upplýsir fyri tíðindastovuni, AFP, at eitt av fólkunum er sætt í einum bili, sum er skrásettur í navninum hjá unnustuni hjá manninum sum tók gíðslar í jødiska handlinum. Løgreglan hevur alla tíðina sagt, at áloipini ikki vóru gjørlig um ikki fleiri vóru við. Tí hevur bæði løgreglan og herurin fingið boð um at verða á varðhaldi nógvastaðni í Fraklandi. Franski forsætisráðharrin, Manuel Valls, segði fleiri ferðir í gjár, at Frakland framvegis er hótt, og tí verður hildið fram við at jagstra fólk sum eru undir illgruna fyri at hava ætlanir um yvirgang. Eftir atsóknirnar er komið fram, at brøðurnir, sum lupu á blaðið, hava tilknýti til al Queda, og maðurin, sum tók gíðslar í jødiska handlinum, hevur sagt seg stríðast fyri Islamska Statin. Franska løgreglan leitar nú eftir fólki sum hava gjørt filmin, eftir at teir tríggir menninir vórðu dripnir. Ein franskur ríkisborgari er tikin í Bulgaria. Hann var á veg til Sýria, og hann hevur samskift við brøðurnar sum framdu yvirgangin. Hann varð eftirlýstur, tí hann hevði tikið eitt trý ára gamalt barn við sær, sum hann ætlaði skuldi vaksa upp í Islamska Statinum. 29 ára gamli maðurin kemur fyri rættin, og verður revsaður fyri at hava havt ætlanir um yvirgang, siga myndugleikarnir. Hetta hugleiða Eyðvarður, Bára og Laila um. Eisini vóru Laila og Bára við okkum í Make up Store og The Body Shop, har tær fingu ráðgeving innan smyrsl. Harafturat góvu næmingar í Hoydølum sítt boð uppá, hvat menniskjaligur vakurleiki er. Tað skal gerast lættari hjá føroyskum lesandi, sum hava tikið bachelorútbúgving á Fróðskaparsetri Føroya, at lesa víðari á útlendskum lærustovnum. Ikki allar útbúgvingarnar á Fróðskaparsetrinum hóska seg til víðari lestur uttanlands, og tí er ikki møguligt hjá føroyskum lesandi at sleppa inn á lærdar háskúlar uttanlands. Men tað eigur at verða broytt, er eitt tilmæli frá einum serfrøðingabólki, sum í dag hevur handað Mentamálaráðnum eina eftirmeting av Fróðskaparsetrinum. Tað sigur Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetri Føroya, nú ein serfrøðingabólkur hevur latið Mentamálaráðnum eina meting av Setrinum sum lærustovni. Hann sigur, at eitt so lítið universitet sum Fróðskaparsetrið er viðkvæmt. Tí er umráðandi at styrkja tað og gera tað størri í vavi við fleiri lesandi og starvsfólkum. Tað er ein beinleiðis avleiðing av yvirgangsatsóknunum í farnu viku. Men álopini kunnu eisini fáa aðrar avleiðingar fyri Frakland, eitt nú búskapin, sigur Marie Canabal, journalistur. At føroyskir menn forvinna nógvan pening í fiskivinnuni kann gera, at menninir halda seg aftur í at fáa sær útbúgvingm heldur Katrin Kallsberg, forkvinna í Javnstøðunevndini. Hagtøl hjá Manntali vísa, at lutfalsliga nógvir menn við lítlari og ongari útbúgving hava høgar inntøkur. Hjá kvinnum er lønin treytað av útbúgving, vísa hagtølini. Tað gongur striltið hjá Grønlandi at gerast stórleverandørur av ráevnum. Danska dagblaðið Politiken skrivar, at trý orkufeløg hava slept ætlanunum um at bora eftir olju í havinum vestanfyri Grønland. Samstudis hava onnur feløg fyribils útsett sínar ætlanir í tvey ár. Metingar frá øllum síðum eru, at útlit eru fyri, at íløgurnar ikki fara at bera seg. Tú skalt ongantíð siga ongantíð. Men í støðuni, sum marknaðurin er í nú, samanborið við, at Grønland er eitt land við lítlum undirstøðukervi, lufalsliga strongum umhvørviskrøvum og at veðurlagið eisini er avbjóðing, fer tað at gerast sera dýrt at útbyggja hesi øki. Hóast oljufeløgini nú draga í land, hava grønlendingar ikki sjálvir mist trúnna uppá, at fyrr ella seinni verður Grønland oljuland. Vit eru greið yvir, at Grønland er útjaðari innan oljugransking, og at oljan fer ikki at spríkja upp nú í summar. Tað vita vit. Men Grønland er risastórt, og jarðfrøðin sigur, at finnur tú ikki olju, so finnur tú aðrar møguleikar aðrastaðni, sigur Jørgen Hammenken Holm í grønlendska ráevnis málaráðnum. Lági oljuprísurin hevur tó ikki beinleiðis ávirkan á avgerðina hjá oljufeløgunum. Tá tey skulu taka støðu til framleiðslu, arbeiða tey við tíðarætlanum, sum røkka fleiri áratíggju fram, skrivar Ritzau. Ein stóran part av lívinum hevur Birita L. Jóansdóttir úr Havn havt etingarólag. Longu sum 10 ára gomul gjørdist hon sjúk av anoreksi, og fá ár seinni versnaði hon og fekk bulimi. Tá Birita L. Jóansdóttir var ringast fyri, spýði hon eini 30 ferðir um dagin og stjól mat úr handlum og inni hjá fólki. Eitt tíðarskeið seldi hon sín kropp fyri at fáa pengar til allan matin, hon át og síðani spýði uppaftur. Eg veit ikki heilt, hvat tað var, men eftir at hava verið sjúk í nógv ár, sá eg ein dagin, at fekk eg ikki hjálp og kom í viðgerð, so fór eg at doyggja av hesum. Og tað vildi eg ikki, sigur Birita L. Jóansdóttir. Eftir eina langa viðgerðartíð kundi Birita L. Jóansdóttir fyri nøkrum árum síðani endiliga kalla seg fríska. Í dag havi eg tað gott, men eg veit, at eg kann gerast sjúk aftur, og tí ansi eg væl eftir mær sjálvari og eri tilvitað um, hvussu eg havi tað kropsliga og sálarliga, sigur Birita L. Jóansdóttir. Flickr, ið varð stovnað í 2004, sum Yahoo keypti í 2005, hevur júst kunngjørt 25 tær best umtóktu myndirnar hjá brúkarunum í 2014. Av teimum hundraðtals milliónum myndunum, ið vórðu lagdar á Flickr í 2014, vórðu hesar 25 myndirnar tær best umtóktu á Flickr í fjør. Skipið er selt til Seafish Tasmania Pelagic í Tasmania í Avstralia. Søluprísurin er 23 milliónir krónur. Øll loyvi hjá gamla Næraberg vóru í desember í fjør flutt yvir á eitt nýtt skip, sum reiðaríið hjá Nærabergi keypti úr Hollandi. Nýggi Næraberg er størsta fiskiskip í føroyska flotanum. Skipið er 104 metrar langt, góðar 10 metrar breitt og góð 5.000 bruttotons til støddar. Skipið, sum er smíðað í 1990, varð keypt til Føroya fyri góðar 53 milliónir krónur. 20. mars 2015, millum hálvgum tíggju og tíggju fyrrapart, verður full sólarmyrking, og hetta sæst einabest í Føroyum. Umleið 6000 fólk, sum hava áhuga í, og vilja síggja fulla sólarmyrking, koma til Føroyar at hyggja eftir hesum sjaldsama fyribrigdi. Møguleikar at fáa gisting í Føroyum hesar dagar, hava verið smáír, men nú eru fleiri, sum vilja lata kømur og hús til leigu til ferðafólkini, sigur Torstein Christiansen, frá visittorshavn, sum samskipar tiltøk og annað,i samband við sólarmyrkingina. Franska tíðindastovan, AFP, boðaði fyri løtu síðan frá, at leiðarin fyri yvirgangsfelagsskapinum al Qaeda í Jemen hevur átikið sær ábyrgd fyri álopið á franska satirublaðið fyri viku síðan. Vit eru felagsskapurin Qa idatul Jihad á arabisku hálvoynni, og vit átaka okkum ábyrgda av hesi atsókn sum hevnd fyri stríðmenn hjá Allah, sigur leiðarin hjá felagsskapinum í Jemen, sambært tíðindastovuni í eini sjónbandaupptøku. Hann sigur eisini, at boðini um at leypa á blaðið komu frá al Zawahiri, sum er ovast leiðari fyri al Qaeda. Satiru blaðið Charlie Hebdo kemur út aftur í dag bert eina viku eftir, at fleiri leiðandi starvsfólk á Charlie Hebdo vórðu dripin í køldum blóði av yvigangsmonnum, meðan tey sótu á redaktiónsfundi. Marjus Dam, formaður í Kommunulæknafelagnum, veit einki um, at mannagongdirnar fyri, nær kvinnur kunnu sendast til kanning fyri bróstkrabba, eru broyttar. Tað sigur hann eftir at landsstýrismaðurin í heilsumálum herfyri segði, at hóast leiðreglurnar fyri mammografi ikki eru broyttar, so er trupulleikin loystur við kvinnum, sum ikki verða kannaðar fyri bróstkrabba, hóast at tær hava fingið ávísing frá læknanum. Brunaeftirlitið heldur uppá, at tað skuldi góðkenna farstøðina, áðrenn hon varð tikin í brúk. Brunaeftirlitið kærdi Sørvágs kommunu, sum gav loyvið, men fekk ikki viðhald. Farstøðin á flogvøllinum hevur onga brunagóðkenning frá Brunaeftirlitinum, sum sambært Brunaeftirlitinum er góðkennandi myndugleikin. Kortini fekk P f Vága Floghavn loyvi at brúka komu og farstøðina tann 3. juli í fjør. Eitt ráðgevandi felag, Notir, gav loyvið vegna Sørvágs kommunu. Semja er ikki um, hvør hevur myndugleikan at góðkenna júst farstøðina á flogvøllinum. Sambært lóggávuni, sum var galdandi, tá farið varð undir byggingina, skal Brunaeftirlitið góðkenna. Men 1. apríl í 2013 kom nýggja byggilógin, og tá fingu kommunurnar hendan myndugleikan. Brunaeftirlitið kærdi avgerðina hjá Sørvágs kommunu til Kommunala eftirlitið, sum tó sendi kæruna til Kærunevndina í lendismálum, sigur Emil Simonsen, leiðari á Brunaeftirlitinum. Nýtsluloyvið er latið, uttan at allir partar eru hoyrdir, millum annað Brunaeftirlitið, sum skal góðkenna brunatrygdina. Men nevndin vísti kæruni frá sær, tí Brunaeftirlitið kann ikki kæra tað er ikki partur í byggimálinum, sigur nevndin. Almennir myndugleikar ella myndugleikapersónar kunnu ikki vera partur í teimum fyrisitingarligu málum, sum teir sum myndugleiki arbeiða við ella hava eftirlit við, sigur Kærunevndin. Brunaeftirlitið vildi annars hava Kærunevndina at ógilda nýtsluloyvið, sum Vága Floghavn fekk, ella staðfesta, at nýtsluloyvið ikki er galdandi. Brunaeftirlitið metir málið vera sera álvarsamt. Nýtsluloyvið, sum givið er, setir Brunaeftirlitið í eina óhepna støðu, tí tað gerst trupult hjá Brunaeftirlitinum at eftirkanna, um brunatrygdin í farstøðini er í lagi. Málið hevur skund, stendur í kæruni hjá Brunaeftirlitinum, tí farstøðin á flogvøllinum er tikin í nýtslu, og tí er talan um fólkatrygd. Emil Simonsen, leiðari á Brunaeftirlitinum, sigur, at Brunaeftirlitið fekk tann 16. oktober í fjør tilfarið, sum tað átti at fingið frá Sørvágs kommunu, áðrenn nýtsluloyvið varð latið, frá Vága Floghavn. Brunaeftirlitið er nú í ferð við at kanna tilfarið. Emil Simonsen sigur, at Brunaeftirlitið kann ikki siga, um brunatrygdin í farstøðini á flogvøllinum er í lagi ella ikki, tí Brunaeftirlitið hevur ikki kannað tað. Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn, hevur ongar viðmerkingar. Hann sigur, at tey hava nýtsluloyvi til farstøðina, sum er bygd eftir forskriftunum, settar vórðu byggingini. Hoyr samrøðuna við Jón Torfi Jónasson, professara við lærda háskúlan í Íslandi, sum er við í nevndini, sum hevur eftirmett Fróðskaparsetur Føroya. Størstu ávirkanina á príslækkingina hava býlisprísirnir, sum fóru sjey prosent niður, upplýsir Hagstovan . Fyrst og fremst roknaða miðalrentan á íbúðarlánum drógu býliskostnaðin niður, rentan er lækkað 19,7 prosent Harumframt er prísurin á brenniolju lækkaður hálvt fjórða prosent. Prístalið lækkaði eisini í øðrum bólkum í fjør. Teir eru klædnavørur og fótbúnaður, ymiskar vørur og tænastur og samskifti. Størsti prísvøkstur var í bólkunum hotell og matveitarar, 2,4 prosent, innbúgv og húsbúnaður og flutningur. Matvøruprísirnir eru í miðal óbroyttir. Tó er prísurin á frukt hækkaður fýra prosent upp, men kaffi gjørdist 4,3 prosent bíligari í fjør. Føroyar eru millum fáu vestanlondini, sum framvegis hava lógargrein, sum ásetir revsing fyri blasfemi. Men eingin dómur er feldur fyri brot á hesa lógargreinina í eini 80 ár. Tað vil siga, at eingin munur hevði verið á rættarstøðuni, um løgtingið valdi at strika blasfemiparagraffina í morgin. Eru vit í vestanlondum vorðin immun fyri blasfemi, so er støðan ein heilt onnur í muslimska heiminum. Hetta mátti rithøvundin, Salman Rushdie sanna, tá ein ósek skaldsøga fyri 25 árum síðani elvdi til eina fatwu úr Teheran, har deyðadómur varð feldur yvir Rushdie. Stríðið móti religiøsari totaliterismu er alneyðugt, ikki minst eftir yvirgangsatsóknina í París móti Charlie Hebdo, heldur rithøvundin. Í Radaranum hesaferð hoyra vit Heina í Skorini, phd lesandi í talufrælsi og religión, og Jógvan Elias Winther Poulsen, advokat. Harumframt er kut úr samrøðu við Salman Rushdie á Louisiana Channel. Sum arbeiðsloysið er minkað seinastu tvey árini, er eisini talið av fólkum, sum eru farin úr skipanini minkað nógv. Í 2012 duttu 138 fólk úr skipanini, men í fjør vóru tey 45. Tað svarar til eina minking uppá 65 . Almannaverkið metir, at áleið helmingurin av teimum, sum detta úr Arbeiðsloysisskipanini fáa arbeiðsloysisforsorg frá Almannaverkinum aftaná. Tað merkir, at millum 20 og 25 av fólkunum, sum duttu úr ALS í fjør nú fáa forsorg frá Almannaverkinum. Hagtølini vísa, at tað eru serliga tey eldru tey omanfyri hálvthundrað sum detta úr ALS. Býtið millum kvinnur og menn, sum detta úr skipanini, er javnt fyri allar aldursbólkar. 200.000 krónur var peningurin Tórshavnar Ungdómsráð fekk játtað. Hesin peningurin skal millum annað brúkast til at skipa fyri einum ungdómsdegi. Tað sigur forkvinnan í Tórshavnar Ungdómsráð. Julian Johnsson hevur drúgvar royndur sum spælari í fleiri londum. Sjálvur er hann ikki í iva um, at hesar royndirnar fara at koma honum til góðar í venjarastarvinum. Ímynda tær, at tú frá arbeiðnum umvegis telefonina setur uppvaskimaskuna ígongd heima við hús, so alt er vaskað, tá tú kemur koyrandi heim í tínum føraraleysa bili. Koyrilíkindini eru stak vánalig kring landið. Tað rýkur illa og tað er nógvur vindur, sigur Árni Jacobsen, økisleiðari hjá Landsverki við útvarpið. Í løtuni eru nakrir vegir stongdir, og seinni í dag fer Landsverk at taka støðu til, um aðrir landsvegir eisini skulu steingjast sum líður á dagin. Fyrr í morgun sendi løgreglan áheitanina omanfyri út, har heitt varð á allar bilførarar um at at vísa varsemi í ferðsluni, nú koyrilíkindini eru vánalig. Almenna flutningsfelagið, Strandfaraskip Landsins, kennir eisini sviðan av ringa kavaveðrinum, ið er kring landið í løtuni. Bussar standa og skip liggja. Í løtuni koyra ongir bussar hjá Bygdaleiðum, og nøkur skip hjá okkum eru løgd, sigur Jens Petur Brattalíð, ferðslusamskipari hjá Strandferðsluni. Seinni í dag fer Strandferðslan eisini at taka støðu til, hvussu verður við siglingini hjá Strandferðsluni seinni, sigur ferðslusamskiparin, Jens Petur Brattalíð. Einki flogfar er hvørki komið ella farið á flogvøllinum í morgun, orsakað av ringa veðrinum, sum í løtuni eisini darvar allari flogferðslu hjá Atlantic Airways. Líkindini at flúgva eru vánalig. 110 fólk sita og bíða á flogvølliunum í løtuni. Vit vóna at fáa sent fólkini avstað seinni í dag, sigur Rasmus Niclasen, ferðslusamskipari hjá Atlantsflogi. Tað verður kortini ein løta at bíða hjá ferðafólkunum á flogvøllinum. Flogførini frá í morgun eru fyribils útsett til klokkan 18, meðan tey, ið skuldu avstað seinni í dag, eru umbókað til onnur flogfør í morgin. Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, handar heiðursbrøvini. U ndirhald verður eisini á skránni við millum øðrum klavertónleiki og upplestri. Vánaliga støðan hjá botnfiskastovnunum nú ger tó, at útlitini hjá teimum báðum og hinum fýra trolarunum har suðuri, sum teir eisini eiga í, eru heldur døpur í løtuni. Trolararnir og flakavirkið, sum eisini eru tengd at hvør øðrum, hava sera stóran týdning fyri bygdirnar í økinum og Suðuroynna sum heild. Var meira venjing og betur heilsa millum tíni nýggjárslyfti, so fært tú her nøkur góð ráð til, hvussu tú heldur lyftið, nú vit eru komin tvær vikur inn í nýggja árið. Enn vita hvørki stjórin í Ílegusavninum ella aðalstjórin í Heilsumálaráðnum nær ella hvussu tær 10 milliónirnar, sum danska stjórin hevur játtað FarGen ætlanini, koma til Føroya. Eitt nú er tað óvist, um málið skal í løgtingið, áðrenn pengarnir kunnu brúkast, og hvørjar reglur og treytur verða tengdar at játtanini. Ferðafólkini til Keypmannahavnar við RC450 og til Bergen við RC432 eru komin vestur á flogvøllin. Tað eru ikki líkindi at fara avstað í løtuni, so hesir túrarnir eru fyribils útsettir til klokkan18. Eg veit ikki, um fólk skilja alvorin við veðrinum, so eg vil enn einaferð heita á fólk um ikki at koyra, sigur Jan Poulsen vakthavandi á Politistøðini í Havn. Løgreglan kennir seg tískil nú noydda at steingja Vágatunnilin, tí hóast fleiri áheitanir frá løgregluni lurta fólk ikki eftir áheitanini, ið varð send út í morgun. Løgreglan sendi í morgun út fráboðan, har heitt varð á fólk um at vísa varsemi, nú veðrið er ringt. Enn er ikki greitt, nær Vágatunnilin aftur verður opin aftur fyri ferðslu. Henda áheitaninin frá løgregluni varð løgd út fyri hálvum tíma síðan. Henda áheitanin frá løgregluni varð løgd út fyri einum tíma síðan. Ringa veðrið, við stak ringum koyrilíkindum, ið rakti oyggjarnar í morgun, hevur darvað allari samferðslu kring tað mesta av landinum seinastu tímarnar. Við Líðina í Kollafirði fór býarbussurin á myndini út av vegnum í ringu koyrilíkindunum stutt eftir døgverða. Í løtuni er landsvegurin stongdur, og ferðslan verður leidd eftir bygdavegnum. Klokkan hálvgum trý boðaði løgreglan frá, at korylíkindini í løtuni eru so ring, at Vágatunnilin er stongdur fyri ferðslu. Tað hendi eftir at løgreglan áður hevði sent út áheitan, men bilførarar lurtaðu ikki eftir áheitanini Eisini vitjar Gutti Viðareiði og Hvannasund, har hann hittir bygdarfólkið og heintar alskins urtir og grønmeti eitt nú vitjar Spískamarið størsta rótakálið higartil. Hesaferð gongur leiðin norður í Viðoy, har Gutti fer á flot í Viðvík at fáa sær toskarhøvd grunningshøvd til matgerðina. Eisini vitjar Gutti Viðareiði og Hvannasund, har hann hittir bygdarfólkið og heintar alskins urtir og grønmeti eitt nú vitjar Spískamarið størsta rótakálið higartil. Eftir fjølbroytta matævintýrið á fjallaklæddu oynni, verða grunningshøvdini borðreidd saman við rómastampi á fløtuni á Viðareiði. Vertur kokkur Gutti Winther. Lagt til rættis Pætur Marjunarson Dahl. Vertur Gutti Winther Fotografur Rógvi Rasmussen Klipt Rógvi Rasmussen Ljóð Pætur Marjunarson Dahl Myndaviðgerð grafikkur Johannes Danielsen Ljóðmynd Dánjal Tavsen Tematónleikur Magnus Johannessen Hugskot Gutti Winther Pætur Marjunarson Dahl Framleiðsla Í F Spískamarið Tað hevur verið av allar ringastu líkindum um alt landið í dag, og hjá Landsverki hava tey havt úr at gera við at rudda kava á landsvegunum. Tað er ein trupulleiki, at Føroya Rættur ikki eins og í Danmark kann døma soleiðis, at foreldrini fáa felags foreldramyndugleika. Lógin, sum er galdandi í Føroyum, ásetir, at bert annað av foreldrunum skal hava foreldramyndugleikan, um eitt mál endar í rættinum. Tað heldur Ørvur Joensen, sum í fleiri ár hevur stríðst fyri at fáa felags foreldramyndugleika og rættin at verða saman við sínum barni. Hon vísir á, at tað er torført at gera eina lóggávu, sum bæði tænir barninum og foreldrunum, tá foreldur eru ósamd um foreldramynduleikan og samveruna. Tað sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum. Heilsumálaráðið yvirtók málsøkið hús, fólka og arvarætt, tá Innlendismálaráðið varð niðurlagt. Karsten Hansen sigur, at skulu stórar broytingar gerast í lóggávuni, er neyðugt, at Føroyar yvirtaka familjurættarliga málsøkið. Miðflokkurin vil at yvirtaka málsøkið, men tað verður neyvan í hesum valskeiðnum, tí politisk undirtøka er neyvan fyri tí, sigur Karsten Hansen Landsverk roynir nú at fáa fólk úr trimum bilum, sum standa fastir í kavanum á Sandavágshálsi, oman til Sandavágs. Ein manntómur bilur stendur eisini fastur. Streymveitingin til Bíggjar fór um hálvgum tvey tíðina seinnapartin, og líkindi verða ikki hjá SEV at kanna brekið fyrr enn í morgin. Vanliga er fyrsta tíðindasendingin hjá útvarpinum klokkan sjey á morgni, men orsakað av illveðrinum, verður fyrsta tíðindasendingin í morgin ári longu klokkan seks. SMS skipanin er eisini opin. Hon hevur nummar 224000 . Har ber til hjá lurtaranum at siga, hvussu teir hava upplivað veðrið, og kanska verða sms boðini so lisin í morgunsendingini eftir tíðindini klokkan alvgum átta. Í sendingini kanst tú hoyra eina frágreiðandi tíðarlinju um málið um Charlie Hebdo. Síðani koma Oda Kjartansdóttir Strøm frá Sosialistisk Ung og Bjarni Kárason Petersen frá Framsøkin Ung at hugleiða um talufrælsi. Seinni fara tey bæði eisini at kjakast um hvørt 266b skal avtakast ella ikki. Hevur tú eisini tikið kavamyndir, nú nógvur kavi framvegis liggur kring alt landið, og meginparturin av samferðsluni er darvað, vilja vit fegin frætta frá tær. Vitja síðuna hjá Góðan morgun Føroyum á Facebook á slóðini her Góðan morgun Føroyar á Facebook , har tú eisini kanst senda okkum tína r kavamynd ir . Sí allar myndirnar, sendingin hevur fingið sendandi frá lurtarunum, í myndaskjáttini niðanfyri ella á slóðini her Kavamyndir. Fleiri myndir verða lagdar afturat, so hvørt tær verða sendar Góðan morgun Føroyum. Vinarligast vitja aftur, vilt tú síggja nýggjastu myndirnar. Seinni hálvleikur varð ikki nøkur málveitsla, men tað eydnaðist Adriano at økja um leiðsluna hjá FC Barcelona í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat. Atletico Madrid sendi í gjár Real Madrid úr kappingini. Atletico vann fyrra dystin á heimavølli 2 0, og í gjár spældu teir javnleik 2 2. Kvinna skrivar, um órætt hon framdi móti aðrari kvinnu fyri nógvum árum síðani. Hetta gevur henni sálarkvøl og hon vil sleppa at biðja um fyrigeving. Ein kvinna skrivar nakrar tankar um støðuna hjá kvinnuni og manninum í dag, tí hon heldur at kvinnan næstan ikki hevur brúk fyri manninum í dag, tí nógvar kvinnur eru vorðnar so sjálvstøðugar. Silvurbúðarparið vil fegin hava eina vanliga veitslu og vil ikki fara at skipa fyri undirhaldi og tónleiki, sum er alt meiri vanligt í dag. Men kunnu tey loyva sær tað Foreldur eiga stilla og friðarliga gentu, sum ongar vinir hevur. Men nú er fólk flutt til bygdina, sum eru øðrvísi enn tey flestu. Men har er ein genta, sum nú er vorðin besta vinkonan hjá tí sum skrivar. Men fólk í bygdini finnast at vinalagnum, tí tilflytarnir hava ikki so gott skil á tí húsliga. Sendingin skuldi ætlandi vera úr Skálavík í samband við at árligu Mentanarvirðislønir Landsins skuldu handast í bygdini sama kvøld, men tiltakið varð útsett fyri veður. Sendingin snúði seg kortini um Skálavík í bókmentaligum ljósi. Send verða eisini brot úr samrøðum við eitt nú Heðin Brú og William Heinesen. Bilarnir vóru verðandi á vegnum og standa har framvegis. Fólkini, sum vóru í bilunum, stóðu tó ikki uttan tak yvir høvdið. Kvívíkingarnir vóru skjótir at veita innivist. Guðrun Rasmussen skuldi av landinum við fyrsta flogfari gjáramorgunin, men slapp ongan veg. Guðrun, saman við øllum hinum ferðafólkunum, sum heldur ikki sluppu avstað, fingu ómetaliga góða tænastu frá tænastuólkunum hjá Vága Floghavn. Toppkarakter til starvsfólkini, sigur Guðrun Rasmussen Beint fyri døgurða í dag skrivaðu Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsmannafelagið undir nýggjar sáttmálar fyri Posta og Føroya Tele. Sáttmálarnir eru galdandi frá 1.januar í ár til 1.januar 2017. Lønarhækkingin er 1,98 prosent 1.januar í ár og 2,25 prosent 1.januar næsta ár. Hetta er tað sama sum Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur latið limunum í fakfeløgunum á privata arbeiðsmarknaðinum. Partarnir undirskrivaðu eisini avtalu um fráboðanarfreist í sambandi við arbeiðssteðg. Mikudagin fanst borgarstjórin í Eysturkommunu, Jóhan Christiansen, at landsstýrinum fyri at noyða kommunurnar at brúka KT skipanir, sum kommunurnar ikki hava brúk fyri, tí tær hava sínar egnu skipanir, sum eru betur egnaðar. Skuldsetingin um, at 46 ára gamli Fróði Olsen á Tvøroyri skuldi hava framt harðskap móti soni sínum, er bæði slept hjá ákæruvaldinum, eins og at løgtingsins umboðsmaður gevur pápanum viðhald, eftir at hann hevur ligið undir skuldsetingunum í hálvt annað ár. Hoyr seinna innslagið um málið HER Leiðarin bað dagrøktaran halda fram at eygleiða drongin. Hetta hóast leiðarin átti at vitað, at her var talan um eina sárbæra familju, skrivar løgtinsins umboðsmaður. Umboðsmaðurin sipar til, at 7 ára gamla dóttirin hjá skuldsettu familjuni læt lív í vanlukku, meðan Tvøroyrar kommuna hevði ábyrgdina av henni. Hoyr fyrra innslagið um málið HER Meining var, at mentanarheiðurslønirnar skuldi verða handaðar í gjár, men kavastormur legðist yvir landið og tískil var útsett til í dag. Ivan Hentze Niclassen, mentanarsamskipari í Kringvarpinum, var í útvarpsstovuni gjáramorgunin og gav síni boð uppá, hvør møguliga fær handað heiðursløn í kvøld Í heyst merkti 35 ára gamla Eyðgerð Mørkøre Kruse ein knykil í bróstinum. Hon var á veg til Íslands við familjuni, men ringdi til læknan í góðari tíð. Læknin gav henni eina ávísing til kanning fyri bróstkrabba. Hetta var sama dag, som landsstýrismaðurin í heilsumálum var í útvarpinum og segði, at hann nokk skuldi loysa trupulleikan við nýggju leiðreglunum fyri mammografi. Eftir nakrar vikur rykti Eyðgerð eftir einum svari, men fekk tá at vita, at hon ikki slapp til mammografi. Tað var ein stór avgerð fyri Eyðgerð Mørkøre Kruse, at fara í útvarpið við síni søgu, men eftir at hon hevði hoyrt Karsten Hansen landsstýrismann í heilsumálum í útvarpsstovuni tann 12. januar, greiða frá, at hetta ikki kundi verða nakar stórur truppuleiki, valdi hon at gera tað. Eyðgerð veit enn ikki, um knykilin í bróstinum er illkynjaður, hóast at hon fekk ávísing til kanning fyri bróstkrabba 17. september. Tað eru fleiri orsøkir til, at trivnaðarnevndin nú kallar landsstýrismannin í heilsumálum til samráð. Heilsuverkið tykist at halta á fleiri økjum, sigur forkvinnan í trivnaðarnevndini, Rósa Samuelsen, úr Sambandsflokkinum. Tað er ikki bara mammografiin, sum haltar á landssjúkrahúsinum. Trivnaðarnevndin fær nógvar áheitanir frá fólkim sum ikki fáa nøktandi viðgerð í føroyska heilsuverkinum, sigur Rósa Samuelsen, forkvinna í trivnaðarnevndini Tað tykjast at vera stórir trupulleikar a psykiatriska økinum, og somuleiðis eru fólk slept uppá fjall, sum skulu í viðgerð fyri krabbamein, sigur hon. Landsstýrismaðurin skal hava eina góða frágreiðing, tí tað kann ikki góðtakast, at fólk ikki koma í viðgerð, sigur Rósa Samuelsen. Boykoyttið varð sett í verk fyri tveimum árum síðan til tess at mótmæla, at stuðulin til Mentanargrunnin varð skorin ein fjórðing. Eivør gav í gjár nýtt sjónbandalag út av lagnum, Remember Me , ið er eitt av løgunum á komandi fløguni hjá Eivør. Marianna Mørkøre hevur framleitt sjónbandalagið. Gjárkvøldið varð kunngjørt, at sáttmáli er undirskrivaður millum Mentamálaráðið, Kommunufelagið og Sprotan, um orðabókatilfarið hjá Sprotanum.Vit hava spurt ladsstýrismanin í mentamálum, Bjørn Kalsø, hvat tað merkir, at nýggjru sáttmáli er undirskrivaður Trivnaðarnevndin hjá løgtinginum fær nógvar áheitanir frá borgarum, sum ikki fáa nøktandi viðgerð í heilsuverkinum. Fleiri øki innan heilsuverkið halta, sigur Rósa Samuelsen, forkvinna í trivnaðarnevndini. Nevndin fer at kalla landsstýrismannin í heilsumálum í samráð, eftir at tað kom fram, at ein kvinna hevur bíðað í fýra mánaðir uttan at sleppa til kanningar fyri bróstkrabba, hóast hon hevur funnið knyklar í bróstinum Eyðgunn Samuelsen vil millum annað hava Karsten Hansen at upplýsa, hvussu nógvar kvinnur eru avvístar, síðani umstríddu leiðreglurnar eru settar í verk, og um hann kann tryggja, at tær verða broyttar. Tingkvinnan sigur í sínum fyrispurningi, at bróstkrabbi er ein sjúka, ið rakar nógvar kvinnur. Tað er altavgerandi fyri viðgerðina hjá hesum kvinnum, at sjúkan verður staðfest tíðliga. Tað er nógv sum bendir á, at í Føroyum verður alt ov ofta ikki borið nóg skjótt at. Eyðgunn Samuelsen vísir á, at í Danmark sleppa kvinnurnar til kanningar innan 14 dagar, meðan bíðitíðin í Føroyum er munandi longur. Bjørt Samuelsen spyr, hvussu tað yvirhøvur kann koma fyri, at ein kvinna, sum hevur knyklar í bróstinum, og sum hevur fingið ávísing til mammografi, noyðist at bíða í heilar fýra mánaðir. Tingkvinnan vil hava Karsten Hansen, landsstýrismann, at upplýsa, hvussu nógvar kvinnur standa á bíðilista til mammografi, hvussu long bíðitíðin er, og hvussu nógvar mugu bíða longri enn 14 dagar at sleppa framat. Bjørt Samuelsen vil eisini hava at vita, um tað eru nýggju leiðreglurnar, sum eru atvoldin til longu bíðilistarnar. Karsten Hansen, landsstýrismaður við heilsumálum skal svara fyrispurningunum um bróstkrabba í løgtinginum mikudagin. Í fjórða setti var tó eingin ivi um, hvør fór at vinna. Dráttur legði hart út og var eitt skifti á odda 19 11. Fjórða settið endaði 25 18 til Drátt. Hesin dagurin bleiv heilt góður fyri føroysku svimjararnar, tí umframt at taka fleiri føroysk met, vórðu eisini nógv heiðursmerki vunnin. Nógv jarðrok er í løtuni, summastaðni eru ring koyrilíkndi. Landsverk boðar frá, at serliga til Vestmannar og Oyndarfjarðar, og annars á høgtliggjandi vegum á Eysturoynni og Streymoynni, eru vánalig koyrilíkindi. Koyrandi er aftur til Gjáar, men bert ein breyt er grivin til Norðadals. Tað er ikki k oyrandi eftir Oyggjarvegnum, tó hevur verið grivið til Norðadals úr Havn . Eisini verður boðað frá hálku nógvastaðni kring landið. Landsverk heitur á fólk um ikki at fara niðan á Oyggjarvegin bara fyri at skreiða . Givið verður at grava á høgtliggjandi vegunum klokkan19. Teir báðir Kouachi brøðurnir, ið framdu yvirgangsatsóknina móti franska blaðnum Charlie Hebdo er nú jarðaðir. Cherif Kouachi, ið var tann yngri bróðurin, varð jarðaður um miðnáttarleitið leygarkvøldið, skrivar Ritzau. Stórt trygdareftirlit var við jarðarferðina. Grøvin hjá honum er loynilig, tí franskir mynduleikar vilja ikki, at grøvin skal verða eitt stað, har fanatikarar og islamistar fara at biðja, skrivar Ritzau Hin bróðurin, Said Kouachi, varð jarðaður fríggjadagin, og eisini grøv hansara er loynilig. Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, mælir nú til at strika nógv umrøddu Grein 266 b í revsilógini. Grein 266 b ásetir, at tað er ikki loyvt at hótta ella tosa niðrandi um bólkar av fólki vegna húðalit, tjóðskaparligan ella etniskan uppruna, trúgv ella kynsligan samleika Í tíðargrein í Vikuskiftis Sosialinum sigur Sjúrðir Skaale, at grein 266 B skerjir talufrælsið hjá fólki. Meira verður at frætta í tíðindunum klokkan 14. Í desember 1955 fór ein russiskur trolari á land á Eiðismøl. Fólkið varð bjargað, men skipið fekst ikki útaftur. Knútur var nú annaðhvørt við norðmonnum ella føroyingum, og várið 1958 var hann í Vestmanna oyggjunum. Í 1959 fór hann at arbeiða veg hjá Arna Brattaberg, nú vegur varð gjørdur av Eiði til Gjáar. Vegurin til Gjáar kom ígjøgnum 18. oktober 1959, og tvey ár seinni til Funnings. So vórðu teir gomlu vegastubbarnir, sum bygdirnar vóru farnar undir, hampaðir. Hetta vóru fimm góð og áhugaverd ár. Føroyingar vilja ikki hava eina sonevnda pápakvotu, har ein partur av barnsburðarfarloyvinum verður markaður til pápan. Tað vísir ein Gallup kanning, sum Javnstøðunevndin hevur gjørt. Fólk vórðu spurd, hvat tey høvdu valt, um Barsilsskipanin varð broytt. Av teimum svarar ein stórur meiriluti 61 prosent, at mamman og pápin skulu sjálvi avgera, hvussu tey býta farloyvið millum sín. Bara 13 prosent taka undir við eiari pápakvotu, sum er ein skipan, har tríggir mánaðir eru eyðmerktir til mammuna, tríggir til pápan og so tríggir, har mamman og pápin frítt kunnu býta millum sín. Teir tríggir mánaðirnir til pápan kunnu ikki flytast til mammuna. Men hetta er ikki nakað, sum føroyingar taka undir við, vísir kanningin. Kortini heldur forkvinnan í Javnstøðunevndini, Katrin kallsberg, at Føroyar eiga at hava eina pápakvotu. Hetta gagnar bæði mammuni og pápanum. Sløkkiliðið í Vestmanna hevur í dag tikið bátarnar upp av botni. Tveir aðrir bátar vóru eisini um at søkka av nógva kavanum, men sløkkilið fekk forðað tí. Meira verður at frætta í tíðindum klokkan 18. Mótmælisgongur hava verið í Pakistan í dag móti seinastu útgávuni av blaðnum Charlie Hebdo. Tað skrivar Ritzau. Tað er forsíðan, ið hevur loypt øði í, tí har er ein keipumynd av einum manni, ið kann vera Muhammed profetur Í fleiri býum er franska flaggið brent, og eisini eru myndir av franska forsetanum, Fran ois Hollande, og fleiri av teknarunum á blaðnum, brendar. Í býnum Multan, sum liggur umleið 560 kilometer sunnan fyri Islamabad, róptu mótmælisfólkini, vit eru ikki Charlie, vit eru Kouachi, og sipaðu til teir báðar Kouachi brøðurnar, ið framdu atsóknina móti Charlie Hebdo, siga Ritzau og AFP. Coca cola steypakapping, kvinnur Bólkur 1 VB STÍF 26 17 12 6 Bólkur 2 Kyndil VÍF 18 21 11 17 Toppskjútti, Kyndil Anna Brimnes 9 mál Toppskjútti, VÍF Liljan Djurhuus, Daniella Joensen 5 mál Coca cola steypakapping, menn Bólkur 1 Kyndil STÍF 23 20 12 10 H71 Team Klaksvík 25 27 11 14 Bólkur 2 KÍF Neistin 23 33 6 12 H71 2 VÍF 20 29 6 11 Tey vunnu øll stórt og skoraðu øll omanfyri 30 mál. Danmark fekk eina vánaliga byrjan fríggjakvøldið, tá teir spældu javnt móti Argentina. Men í kvøld vann Danmark heili 38 18 á Saudi Arabia, hálvleiksstøðan var 20 6. Ísland, sum tapti fyri Svøríki fríggjakvøldið svaraði aftur í kvøld við einum 32 24 sigri á Algeria. Frá byrjan sá tað ikki út sum, at Ísland fór gera seg galdandi. Tí íslendingar vóru aftanfyri 6 0, men komu so aftur í dystinum. Hálvleiksstøðan var 13 12 til Algeria. Svørríki er einasta av teimum norðurlendsku londunum, sum hingartil hevur fingið fult stigatal. Svøríki vann 35 21 á Kekkia í kvøld. Sigurin í kvøld og sigurin á Íslandi fríggjakvøldið ger at Svøríki hevur fýra stig. Føroysku svimjararnir hava verið við í Reykkjavíkarleikunum seinastu dagarnar. Tey svumu finalurnar fyrr í dag. Føroysku svimjararnir vunu tvey gull heiðursmerki, trý silvur og fimm bronsu heiðurmerki. Umframt hetta so vórðu tvey føroysk og tvey føroysk juniormet sett. Kappingin eitur Reykjavik International Games 2015. Hon er skipað soleiðis at svimjararnir svimja fyri síni føroysku feløg og ikki fyri landsliðið. Umframt Føroyar, so vóru Grønland, Danmark, Svøríki, Noreg og vertstjóðin Ísland. Heimasíðan svimjing.com hevur fylgt væl við kappingini og hevur dagført eitt yvirlit yvir øll heiðursmerkini og metini. Tað kann síggjast her. Venjarin hjá Susvim er sera errin av føroysku svimjarunum. Hann heldur at tað er ótrúligt at úrslitið varð so gott, hóast at vit ongan langhyl hava í føroyum. Hann leggur tó afturat, at hann gleðir seg um eitt barn á jólum eftir Pálhøll í Vági. Við at trýsta á kortið, fær brúkarin atgongd til brúkaravinarligan samandrátt av tilmælinum fyri ávísan fiskastovn, umframt lívfrøðiliga heildarmynd av stovninum. Í summar fáa fólk í Føroyum somu rættindi, tá tey keypa eina vøru í Føroyum, sum tey longu hava, tá tey keypa hana uttanlands ella á netinum. Tá Posta ella Føroya Tele seta fólk í starv, skal álitisfólkið hjá Starvsmannafelagið fyrst tosa við fólkini, áðrenn setanarskjalið verður undirskrivað. Starvsmannafelagið fegnast um, at tað fekk í sáttmálan, at tá fólk verða sett í starv eftir sáttmálanum verður skipað fyri fundi millum starvsfólkið og felagsálitisfólkið. Endamálið við hesum fundum er at geva felagsálitisfólkinum høvi at kunna nýggj starvsfólk um limaskap í Starvsmannafelagnum. Hesir fundir skulu vera, áðrenn setanarprógvið verður undirskrivað. Hetta er eitt týðandi framstig. Hetta gevur okkum høvi at kunna starvsfólkini um rættindi og fyrimunir annars við at vera í fakfelag, sigur Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum. Eisini eru Starvsmannafelagið og Arbeiðsgevarafelagið samd um, at tá fólk fáa boð um at koma til arbeiðis, tá tey hava feriu, skulu tey fáa dupulta tímaløn og ongantíð fyri minni enn hálvan dag. Sambært tvey ára sáttmálanum, sum Arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið gjørdu fríggjadagin, hækkar lønin hjá limum Starvsmannafelagsins á Posta og Føroya Tele 1,98 prosent 1.januar í ár og 2,25 prosent 1.januar 2016. Tryggingarfólk kunnu ikki siga við fólk, sum ætla at keypa eina trygging, at tey sleppa ikki út, fyrr enn tey hava gjørt avtalu um tryggingina. Tað er ágangandi marknaðarføring, tá kundin verður villleiddur til at halda, at hann ikki kann fara úr hølunum, fyrr enn ein avtala er gjørd um tryggingina. Saman við kunngerðini eru 14 dømi um villleiðandi marknaðarføring og fýra dømi um ágangandi marknaðarføring í privatum kundaviðurskiftum. Dømi um villleiðandi marknaðarføring er, tá rættindi, sum kundin eigur sambært lógini, verða gjørd til sereyðkenni í tilboðnum hjá tryggingarfelagnum. Badmintonleikararnir dystaðust í trimum aldursbólkum. U 13, u 15 og u 17. Umframt hetta luttóku tey í eini kapping fyri undir 11 ár. Serliga var tað aldursbólkurin undir 13 ár, sum kláraði seg væl. Tey vunnu fimm gull og trý silvurheiðursmerki í A bólkinum. Og í B bólkinum fingu vunnu tey eisini eitt silvurheiðursmerki. Ari Nandi stóð seg serliga væl, hann vann trý gullheiðursmerki. Væl umboðað Heili 46 føroyskir badmintonleikarar vóru við til RIG 2015. Leikararnir vóru frá feløgunum, HBF, KBF, MBF og ÍF. Erik Engelbrecht Thomsen, formaður í badmintonsambandi Føroya er sera errin av íðkarunum, sum kláraðu seg ómetaliga væl. Gott at royna aðrar kappingar Erik Engelbrecht Thomsen, heldur at støðið var høgt, og at RIG gevur leikarunum eina uppliving. Hann heldur ta tað verður ov einstáttað í longdini at spæla móti teimum somu í heimligu kappingini. Tí er gott at royna kappingar uttland har tú spælir ímóti leikarum, ið tú ikki kennir frammanundan, sigur Erik Engelbrecht Thomsen at enda. Føroyska A landsliðið hjá kvinnum er komið í bólk B saman við Malta, Georgia og Andorra. í bólki A eru Moldova, Luxemburg, Letland og Litava. Dystirnir verða spældir á Malta í døgunum 4 til 9 apríl. Londini spæla einaferð móti hvørjum øðrum, og vinnarin í bólkinum sleppur víðari til EM undankappingina 2017. Eru sterkast, men tvey ókend lond Eftir styrkislistanum at meta, so er føroyska landsliðið tað sterkasta av øllum átta londunum, ið skulu spæla eina undan undankapping. Tó so eru Moldova og Andorra nýgg limalond í hesum høpi. Hetta er fyrstu ferð at tey luttaka til EM. Tískil er ringt at vita hvussu hesi londini eru fyri. Hini londini i okkara bólki, ið eru Malta og Georiga liggja bæði aftanfyri Føroyar. Føroyar liggja nummar 42 og hini ávikavíst nummar 44 og 45. Hin bólkurin, sum Luxemburg, Letland og Litava liggja eru liggja aftast á listanum, sum numm 48, 47 og 46. Og síðani Moldova, sum er eitt nýtt limaland. Tískil høvdu Føroyar óivað fingið eitt betri lutakast, um tær vóru komnar í A bólkin. Undan undankapping Hesir dystirnir sum føroyska landsliðið skal spæla verða kallaðir preliminary round , sum er ein undankapping áðrenn undankappingina til endaspælið. Hesi londini, ið liggja aftast á styrkislistanum, skulu fyrst vinna sín bólk í undan undankappingini fyri at fáa luttøku til undankappingina í september. Hetta er sami leistur, sum til HM undankappingina. Tá kláraði føroyska landsliðið seg so væl, at tað spældi seg fyri fyrstu ferð víðari til eina HM undankapping. A landsliðið hjá kvinnum endaði tá á næstaftasta plássi. Ikki luttikið til EM undankapping síðan 1997 Føroyska A lansliðið hjá kvinnum skrivaði longu søgu í 1997, tá tað fyri fyrstu ferð spældi eina undankapping. Tá varð ikki spælt ein undan undankapping, men beinleiðis luttøka til undankapping. Føroyar komu tá í ein sterkan bólk, men vunnu á Wales og endaðu tískil kappingina við trimum stigum. Síðan 1997 hevur besta landsliðið hjá kvinnum verið í einum aldudali við uttanlandsluttøkum. Men í 2009 spældi landsliðið so eina undan undankapping og aftur í 2013. Landsliðið fekk trý stig í undan undankappingini í 2013, men endaði á aftasta plássi. Tá endaspælið verður spælt í Hollandi í 2017, verða tað fyri fyrstu ferð 16 lond, sum sleppa við. UEFA hevur valt at økja endapælið við fýra londum. Soleiðis at endapælið nú fer frá at verða 12 til at verða 16 lond. Tað vil siga at tá undankappingin byrjar í septembur, so sleppa fýra lond við afturat, sum í 2013 ikki høvdu komið við. Leirvík er ein av teimum heilt gomlu bygdunum í landinum. Í mong ár var hon ein útróðrarbygd burutrav, men nú er hon so mangt annað. Millum innflytararnar í Leirvík er Ved Nagarsheth, sum er úr Mauritius. Hann og konan Gudny Langgaard hittust, tá tey lósu í Onglandi. Tey hava bygt sær hús í hennara heimbygd, Leirvík, og tey eiga tvey børn. Hesi seinastu seks árini hevur Ved lisið til lækna í Póllandi og hann verður liðugur í summar. Handilsmaðurin Jógvan Elias Joensen hevur gjørt eitt snotiligt fríøki í Leirvík við krokkvølli og sandstrond niðanfyri. Leiðarin í Frítíðarskúlanum í Eysturkommunu er væl nøgd, og hon sigur, at børnini brúka økið nógv. 83 ára gamli leirvíkingurin Páll Joensen hevur verið óvanliga sterkur, og hann bleiv nógv umtalaður, tá sterki íslendingurin Ursus ferðaðist runt í Føroyum miðskeiðis í fimtiárunum. Páll gjørdi alt tað sama sum Ursus. Hann hevur eisini tikið upp aftur tyngri tøk. Ungu hjúnini Lív og Jákup Justinussen, sum hava lisið í Onglandi í nøkur ár, vistu alla tíðina, at tey skuldu heimaftur, tá tey vóru liðug. Fyri nøkrum mánaðum síðani fluttu tey heimaftur, og tey halda, at tað eru næstan bara fyrimunir at búgva í Føroyum. Hesir dystirnir eru altíð truplir, men vit skulu bert hugsa um at vinna okkara dystir. Soleiðis sigur høvuðsvenjarin hjá føroyska landsliðnum hjá kvinnum, Jón Pauli Olsen. Tað hevur bert eydnast A landsliðnum hjá kvinnum einaferð at spæla seg víðari frá eini undan undankapping. So søgan talar ikki fyri at tað fer at bera til. Men tølini á styrkislistanum tala í stóran mun fyri at Føroyar eru sterkasta landið, og tískil áttu at vunnið á mótstøðulondunum. Sí úrstlitið frá lutakastinum og meira um móstøðuna her. Teir eru sterkasta landið i undan undankappingini EM truplari enn HM Jón Pauli Olsen heldur at undan undankappingin til EM er truplari enn til HM. Hetta er serliga tí at nú sleppur bert eitt land víðari frá hvørjum bólki, sum bert eru tveir í tali. Tá Jón Pauli Olsen, saman við landsliðnum spældi seg víðari til HM undankappingina, so sluppu tvey lond víðari frá hvørjum bólki. Føroyar vunnu bólkin við sjey stigum. Hava vant í allan vetur Dystirnir á Malta eru í apríl mánaði, stutt eftir at landskappingin er byrjað. Fyri at vera so væl fyri, sum møguligt er neyðugt at halda kvinnurnar til venjing í allan vetur. Vit hava havt eina landsliðsvenjing um vikuna í allan vetur sigur Jón Pauli Olsen, um fyrireikingarnar til Malta. Hann leggur afturat, at kvinnurnar vandu á Tórsvølli, tá A landsliðið hjá monnum vann á Grikkalandi søguliga dagin í Piræus. Men nógvar av maskinunum hjá Landsverki eru gamlar, og eldri útgerð tolir ikki tað sama sum nýggj, sigur Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki. Trupulleikin við laksalús hjá føroysku alivinnuni er kritisk. Lúsin er vorðin mótstøðufør móti heiligvági, tí valdi a lifyritøkan Luna at innflyta rognkelsi úr Íslandi í eini roynd at niðurberja trupulleikan við laskalús, tí tað gekk ov striltið við alingini av rognkelsum her á landi. Kristian Petersen, stjóri í Fiskaaling, heldur royndina hjá Luna at innflyta rognkelsi at berja niður laksalús í aliringum vera spennandi. Hann sigur, at skulu øll alibrúk í landinum fáa nóg mikið av rognkelsi, verður neyðugt at ala millum hálva aðru og hálva triðju millión rognkelsi um árið. Hann vil tó ikki tvinga meira fisk á Fiskamarknaðin við lóg, hóast høvið kundi verið at gjørt tað, nú samgongan fyrireikar fiskivinnunýskipanina. Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, skal svara trimum spurningum, og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, einum. Karsten Hansen skal svara fyrispurningum um rættindi hjá børnum, tá foreldrini eru skild, um serlæknar og um Psykiatriska depilin. Millum annað fer Trivnaðarnevndin at orða spurningar til Karsten Hansen, landsstýrismann, sum nevndin vil hava í samráð um mammografi og onnur viðurskifti í heilsuverkinum. Tormóður Stórá var einasti umsøkjari til starvið, sum honum hevur staðið í boði í eina tíð. Men hann hevur ivast í at taka av, tí fíggjarligu viðurskiftini i deplinum vóru ógreið. Og Vinnumálaráðið hevur nú orðað broytingar í lógini um hýruvognskoyring. Broytingarnar eru sendar til hoyringar, millum annað hjá teimum, sum koyra hýruvogn. Men landsstýrismaðurin í vinnumálum kann geva kommununum loyvi til at krevja gjaldsmálarar, tó ikki fyrr enn tvey ár eftir, at lógarbroytingin er komin í gildi. Bilstøðirnar hava gjørt vart við, at størri og størri eftirspurningur er eftir minibussum. Men sambært galdandi lóg krevst ikki hýruvognsloyvi til minibuss. Vinnumálaráðið vil tó ikki fara so langt sum at krevja, at tey, sum ikki koyra hýrukoyring við minibussi, skulu hava hýruvognsloyvi. Men tey, sum hava hýruvognsloyvi og koyra fyri eina støð, kunnu fáa sær minibuss, stóran hýruvogn, sum tekur í mesta lagi 12 ferðandi. Hvussu vit sum skjótast fáa gjørt tey reyðu tølini grøn, fortelur Eva Brekkstein okkum í samrøðuni omanfyri. Hon er serkøn í fíggjarviðurskiftum. Kvinnur hava bíðað í fleiri mánaðir eftir at sleppa til mammografikanningar. Trivnaðarnevndin í løgtinum hevur biðið Karsten Hansen, landsstýrismann, koma í samráð at greiða frá málinum. Rósa Samuelsen, forkvinna í Trivnaðarnevndini, og Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, fara at kjakast um málið í sjónvarpsstovuni í kvøld. Ein lastbilur rendi fyri lítlari løtu síðani á ein annan bil á Norðara ringvegi. Lastbilurin fór av vegnum og endaði á liðini í einum garði. Løgregla og sjúkrabilar eru á staðnum. Ferðslan er tarnað og bilførarar verða bidnir um a vísa varsemi. Í løtuni verður omangangandi ferðsla beint oman gjøgnum Áargeil. Lági oljuprísurin kemur væl við hjá teimum flestu, men neyvan nakrastaðni kemur hann so væl við, sum hjá landsins størsta oljuslúki. Tað sigur Hákun Djurhuus, stjóri í Sev, nú oljuprísurin bara lækkar og lækkar og í løtuni er lægri enn hevur verið í nógv ár. Hóast Sev satsar uppá varandi orku, so er Sev enn størsti einstaki oljuslúkurin í landinum Ongan veit tó við vissu, hvussu prísurin á olju verður um eina viku, ein mánaða ella eitt ár. Smáu fiskavirkjunum verður ikki lív lagað, um ikki meira fiskur kemur á uppboðssøluna, sigur Henrik Old, løgtingsmaður. Páll á Reynatúgvu er samdur við Henrik Old og heldur, at lóggáva er neyðug fyri at verja atgongdina hjá smærru virkjunum til botnfiskin. Tá farið varð at byggja heimið til sálarsjúk Eystan Heyg í Havn, var ætlanin, at øll 15 fólkini, sum í áratíggju hava búð í á Psykiatriska deplinum, skuldu fáa nýggjan bústað. Men nógv av búfólkunum eru vorðin ov gomul at búgva á heiminum Eystan Heyg, og tí verður bíðað eftir, at Almannaverkið finnur ein hóskandi loysn, sigur Tormóður Stórá, yvirlækni á Psykiatriska deplinum. Psykiatriska økið hevur fingið fleiri vinir, eisini í politisku skipanini, og tí vænti eg, at vit fáa eina meiri framsókna og nútímans psykiatri í framtíðini. Núverandi Eik banki hevur IKKI endurgjaldsskyldu móti einum starvsfólki, sum stevndi bankanum í sambandi við partabrævasøluna í Gamla Eik banka. Føroya Landsorkestur skal menna dugnaligastu næmingarnar úr øllum landinum, sum eru í musikkskúlaskipanini. Í morgin ári fer Føroya Landsorkestur uttanlandsferð, og ferðin byrjar byrjar í Kekkia. Síðani svarar Hans Jørgen Djurhuus aftur við at geva Poul Ingason ein framaná. Úrslitið er, at blóðið rennur úr nøsini á HB leikaranum. Kringvarpið hevur verið í samband við fleiri í Víkingsleguni, men eingin vil siga stórvegis fyribils. Málið skal viðgerast í felagnum fyrst. Eg vil staðiliga afturvísa, at eg skal hava sligið ella sparkað eftir honum,áðrenn hann sló meg, sigur Poul Ingason við Kringvarpið. Eg var bangin fyri, at fleiri tilburðir kundu fara at taka seg upp í dystinum, og tí metti eg, at tað var frægast at bríksla av, sigur Ransin Djurhuus. Finnbogi Arge, formaður í Havnar Fótbóltur, sigur, at felagið ger ikki meira við málið, enn at brúka tað sum dømi fyri leikarum um, at hetta er ikki sømiligur atburður, og at hetta stríðir móti andanum í fótbólti, sum skal menna ungdómir sosialt. Formaðurin sigur, at hetta er eitt mál fyri Víking, og at tað er Víkingur, sum hvassliga eigur at átala slíkari framferð og at revsa leikaran. Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, handar heiðursbrøvini. U ndirhald verður eisini á skránni við millum øðrum klavertónleiki og upplestri. Samanumtikið fekst meira fyri útflutta fiskin í fjør enn í 2013. Tonsini vóru 14.000 færri í fjør, men milliónirnar vóru 238 fleiri enn í 2013. Til 1.desember í fjør útfluttu Føroyar fyri fimm milliardir og 820 milliónir krónur, sum vóru 127 milliónir meira enn fyrstu 11 mánaðirnar í 2013. Tað fer at kosta nógv meira enn nú, og tað verður ógjørligt at stýra útreiðslunum, um sjúk fólk sjálvi kunnu velja ella krevja at fáa serviðgerð uttanlands, eru tey ikki nøgd við viðgerðina, tey fáa í Føroyum. So hetta er ikki ein møguleiki, Heilsumálaráðið arbeiðir við. Tað verður ógjørligt at stýra útreiðslunum til serviðgerðir uttanlands, og tað krevur eina nógv størri játtan, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður, sum á tingfundinum í gjár svaraði fyrispurningi frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur um serlæknar. Landsstýrismaðurin sigur, at í fjør raðfesti Heilsumálaráðið heilsunýskipanina, sum hevur til endamáls at fyribyrgja, og lógir vórðu dagførdar. Hann sigur eisini í svarinum, at ikki ber til at fáa hagtøl um allar sergreinar í Føroyum. Trupulleikar eru við talgildu heilsuskipanini, THS, sum ikki fær útvegað nóg góð tøl. Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, sigur í svari til Bill Justinussen, løgtingsmann, at enn er ov tíðliga at avgera, um dagførda danska lógin um foreldramyndugleika skal setast í gildi í Føroyum. Bill Justinussen sigur í sínum fyrispurningi, at nøkur børn í Føroyum og føroysk børn uttanlands hava ikki rætt til regluliga samveru við bæði síni foreldur, tá foreldrini eru skild. Í flestu førum sleppa páparnir ikki at síggja síni børn, tí mamman fær fullan ræðisrætt yvir rættindunum hjá børnunum. Mamman stýrir samveruni millum børn og pápa, sigur Bill Justinussen. Fyrr skipaði Kiwanis fyri alskyns tiltøkum til tess at útvega pening. Í dag miðsavnar felagsskapurin seg um nøkur fá, stór tiltøk, sum tó geva fitt av peningi, sum verður bruktur til at stuðla børnum og ungum Sjónleikarin og tónleikarin, Búi Dam, upplivdi av álvara eitt vegamót í lívinum, tá hann gjørdist álvarsliga sjúkur av tunglyndi. Læknarnir viðmældu honum at taka tablettir móti tunglyndi, men hesar frávaldi Búi Dam. Eg visti, at var tað nakað, sum kundi hjálpa mær, var tað yoga, sigur Búi Dam, sum fór bæði til Svøríkis og India fyri at hugsavna seg um yoga. Í sendingini greiðir Búi Dam frá, hvussu hann eitt nú nakrar vikur skuldi liva í fullkomnari tøgn, hvussu hann á heilt sermerktan hátt reinsaði kroppin, og eisini greiðir hann frá tíðarskeiðinum, tá hann var í kleystri í India. Ymiskir førleikar og eginleikar skulu til fyri at gera eitt telduspæl. Forritarar, søguskrivarar, teknarar, málarar, ljóðsnillingar, tónleikarar og onnur fólk kunnu eiga sín lut í at gera eitt telduspæl. Tað gongur í stuttum út upp á, at bólkar skulu gera eitt telduspæl frá grundini innanfyri 48 tímar. Global Game Jam er eitt stórt tiltak. Seinast vóru 23.198 luttakarar í 488 støðum og í 72 londum kring heimin. Tá vórðu fleiri enn 4000 telduspøl gjørd upp á eitt vikuskifti. Endamálið er at gera skiftið frá barnagarði í fyrsta flokk so smidligt sum gjørligt. Í fyrstuni verður eingin tímatalva í forskúlanum, og børnini nýtast ikki at møta klokkan 8. Sum árið gongur, verður forskúlin skipaður øðrvísi, so børnini verða fyrireikað til gerandisdagin í fyrsta flokki. Nú verður farið undir at byggja tann nýggja bygninginum sum skal byggjast frammanfyri Landssjúkrahúsið oman móti sjóvarmálanum. Bygningurin skal hýsa nýggjum medisinskum seingjardeildum, føðingar og barnsburðardeild, psykiatriskan depil, hølir til sjúkrahúsuppvenjing og køk. Vit tosaðu í morgun við Sigurð Ólason Vang, sjúkrahússtjóra Longu í 1.g varnaðist 23 ára gamla Vanja Oliversdóttir at okkurt var, sum tað ikki skuldi vera. Hon fór til lækna, men hann helt ikki, at hon skuldi stúra. Seks ár aftaná fekk hon staðfest PCOS. Ein sjúka, ið inniber hormonella óbalansu, sum rakar kvinnur í burðardygga aldrinum. Hon fekk heiligvág og boð um, at hon skuldi røra seg meir. Kunning um, hvat sjúkan innibar, og hvussu hon skuldi fyrihalda seg til hana, fekk ikki nokk at vita um. Tað heldur Vanja Oliversdóttir. Fyrst í næstu viku fara Reiðarafelagið og Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið og Maskinmeistarafelagið undir sáttmálasamráðingarnar. Mánadagin góvu Maskinmeistarafelagið og Reiðarafelagið hvørjum øðrum krøvini til nýggjar sáttmálar, og í gjár býttu Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið um krøv. Yvirmannafeløgini og Reiðarafelagið longdu sáttmálarnar til 1.mars, og Fiskimannafelagið góðtók, at samráðingarnar vórðu útsettar, meðan Reiðarafelagið var bundið av samráðingum við onnur lond um fiskirættindi. Jenis av Rana, formaður Miðfloksins, er avgjørdur. Hjá Miðflokkinum skal samgongan vera liðug við fiskivinnunýskipanina 1. februar. Sjúkrahúsleiðslan og Kommunulæknafelagið eru komin ásamt um ein leist, sum tekur støði í vegleiðingunum frá danska Sundhedsstyrelsen. Sambært Marjusi Dam, formanni í Kommunulæknafelagnum, verður tað nøkunlunda sama loysn, sum var áðrenn at sjúkrahúsleiðslan gjørdi nýggjar leiðreglur fyri mammografi í maj í fjørð. Nýggju leiðreglurnar, sum sjúkrahúsleiðslan sendi út í maj, merktu millum annað, at tað skal vera eina grundaður illgruni um krabbamein, áðrenn ein lækni kann senda ein kvinnu til kanningar fyri krabbamein í bróstinum. Tað vil millum annað siga, at tað ikki er nokk, at tú hevur ein knykil í brostinum. Grundaður illgruni merkir, at knykilin er harður og fastur í vevnaðinum ella tað skulu vera onnur tekin um krabbamein, sum bruni ella útflot úr bróstinum. Hetta merkir, at kvinnur koma alt ov seint til kanningar og tískil eisini til viðgerðar, sambært Marjusi Dam, formanni í Kommunulæknafelagnum Vit hava ongantíð verið so tætt upp á eina semju, sigur løgmaður. Hann viðgongur, at talan verður ikki um kollveltingar, men at broytingar verða kortini. Løgmaður vil ikki viðmerkja semjuna í smálutir, men sigur, at talan verður ikki um at koyra alt tilfeingið á uppboðsølu. Samgonguflokkarnir nærkast hvørjum øðrum, og tað er ikki óhugsandi, at tað verður ein semja um fiskivinnunúskipan 1. februar, sigur Kaj Leo Holm Johannesen Stóri trupulleikin við mammografiini er í veruleikanum, at politikarar hava valt at spara í heilsumverkinum, sigur Marjus Dam, formaður í kommunulæknafelagnum. At seta eina screeningsskipan í verk í Føroyum fer at krevja nógv hægri játtan á økinum, sigur hann. Eingin kvinna skal noktast kanning fyri bróstkrabba, um hon fær ávísing frá læknanum, segði landsstýrismaðurin í heilsumálum við útvaripið í september í fjør. Kortini hoyrdu vit Eyðgerð Kruse Mørkøre greiða frá, at hon ikki er sloppin til kanningar, hóast tvær ávísingar frá sínum lækna. Hon fann ein knykil í høra brósti fyri fýra mánaðum síðani. Vir hava spurt Karsten Hansen, hvussu tað ber til, tá landsstýsiamðurin lovaði at loysa trupulleikan í september Venjingardysturin millum HB og Víking í gjárkvøldið varð steðgaður, tá Hans Jørgen Djurhuus hjá Víkingi gav Poul Ingason hjá HB ein framaná. Løgreglan hevur tikið hetta málið upp, tí tað er harðskapur sum fer fram í tí almenna rúminum, sigur Jón Kruse, løgreglumaður, við Útvarpið. Avlurtingarpakkin, tann víða heimildin til hópskráseting av samskifti, spøkir aftur. Bara sjey mánaðir eftir, at danska stjórnin, kroyst av ES dómi um brot á privatlívið, strikaði sína hópskráseting av samskifti hjá borgarum, vil Ríkisløgreglan hava hana setta í gildi aftur við enn víðari heimildum. Løgmálaráðið stuðlar Ríkisløgregluni, og løgmaður hann hevur sagt, at vit skulu hava somu avlurtingarreglur sum Danmark, og at hann ætlar sær í tingið eftir heimildunum. Í kjalarvørrinum á blóðugu yvirgangsatsóknini í París, sum av mongum verður tulkað sum eitt álop á talufrælsið, spírar orðaskiftið nú í Føroyum um sonevndu rasismuparagraffina, 266B. Forðar lógargreinin fyri opnum kjaki og skal hon strikast, ella er hon ein minnilutavernd, sum vit eiga at halda fast í Í Fraklandi er talufrælsið óavmarkað, í summum førum. Franska løgreglan hevur í seinastuni handtikið hópin av fólki, tí tey hava sagt, at tey stuðla yvirgangi. Og í Danmark tosa andstøða og samgonga um at revsa fólk fyri landasvik, um tey tildømis fara í kríggj við IS ímóti Danmark. Talan er um eitt sokallað totalt blackout, sigur Finn Jacobsen, deildarstjóri hjá SEV. Tað vil siga, at so gott sum alt landið liggur svart. Enn er orsøkin til streymslitið ikki funnin, men væntandi verður aftur streymur um ein hálvan til ein tíma, sigur Finn Jacobsen. Hálvfinalurnar eru næstan avgjørdar. Hjá monnum manglar ein dystur millum Neistan og H71 2. Hann verður spældur í annaðkvøld klokkan19.30 í høllini á hálsi í Havn. Hesi møtast í hálvfinaluni Menn VÍF møtir Kyndli H71 møtir Neistanum ella H71 2 Kvinnur VB møtir Kyndli VÍF møtir Neistanum Menn Bólkur 1 VíF tók í kvøld oddasessin og fekk fult stigatal í bólkaspælinum. Tó er so ikki avgjørt hvør kemur víðari sum nummar 2. Neistin og H71 2 spæla ikki fyrr enn í morgin. Men tapið hjá KÍF ger at KÍF er avskrivað, og tað antin verður Neistin ella H71 2 sum verður nummar 2 í bólkinum. Úrslit í kvøld VÍF KíF 23 22 hálvleiksstøðan var 8 11 Stigatalva bólkur A VÍF 6 stig Neistin 2 stig KÍF 2 stig H71 2 0 stig Bólkur 2 H71 vann B bólkin hóast tap fyri Team Klaksvík sunnudagin. Sigurin hjá H71 á Kyndli í dag ger at H71 vinnur bólkin við betri málmuni. H71 hevði frammanundan dystinum ein málmun á tvey mál og endaði nú við einum málmuni við fýra málum. Kyndil bleiv nummar tvey í bólkinum hóast tap í dag. Hetta kemst av tí at Team Klaksvík tapti fyri STÍF, sum einki stig hevði frammanunda og tískil longu var avskrivað. Úrslitini í dag Kyndil H71 18 20 hálvleiksstøðan var 10 13 STÍF Team Klaksvík 35 24 hálvleiksstøðan var 18 11 Stigatalva bólkur B H71 4 stig Kyndil 4 stig STÍF 2 stig Team Klaksvík 2 stig Kyndil vann steypafinaluna í fjør móti KÍF. Dysturin endaði 20 22. Vit kunnu nú staðfesta at talan verður ikki um eina endurtøku av finaluni í fjør, tí KÍF kom ikki víðari úr bólkaspælinum. Kvinnur VB og Neistin fingu bæði trý stig, men VB vinnur bólkin tí at tær hava ein betri málmun enn Neistin. Í hesum bólkinum vóru bert trý lið, so talan var bert um tveir dystur hvør. Úrslitið í dag STÍF Neistin 16 23 9 10 Stigatalvan í bólki A VB 3 stig Neistin 3 stig STÍF 0 stig VÍF vann B bólkin við fullari úrtøku. Kyndil bleiv nummar tvey í bólkinum. Úrslit í dag Kyndil Søljan 0 0 Søljan møtti ikki til dystin, tískil vann Kyndil uttan dyst. Stigatalvan í bólki B VÍF 6 stig Kyndil 4 stig Stjørnan 2 stig Søljan 0 stig Kyndil vann steypakappingina í fjør, og enn vita vit bert at slagið fer at standa millum Kyndil, Neistan, VÍF og VB, sum eisini eru fýra tey ovastu liðini í landskappingini. Hallur Hansson er sera væl fyri skrivar heimasíðan hjá danska felagnum Vendsyssel FF. Besta liðið hjá Vedsyssel FF hevði ársins fyrstu bib royndarrenning yoyo test í vikuni. Hallur Hannson var maðurin, ið orkaði best. Hallur Hansson rann heilt fram til royndartalið 22,7. Hvussu fer ein BIB renning fram Royndin er at hoyra á eini ljóðfíli, sum ein skal lurta eftir meðan ein rennir ein interval tein, sum er eitt stutt strekki. Royndin byrjar á talinum fimm og endar á 23. Hon er skipað soleiðis, at eitt ávíst fast strekkið skal rennast við øktari ferð fyri hvørt talið veksur. Tvær keylur standa við hvør sín enda fyri strekkið og eitt ljóð bib er at hoyra. Heldur leikarin seg ikki innanfyri avmarkaðu tíðina, tá bib ljóðið er at hoyra fær man fyrst eina ávaring og endurtekur tað seg, er royndin liðug. Hallur eisini betur enn royndartølini í summar Heimasíðan hjá Vendsyssel FF skrivar eisini at sama roynd varð gjørd í summar. Tá runnu leikararnir umleið innanfyri 21. Hesuferð runnu fleiri umleið 22, men Hallur var einasti leikarin sum rann 22,7. Sambært Vendsyssel FF, so eru tey sera væl nøgd við rennu orkuna hjá unga og evnaríka føroyinginum. Samgongan vil ikki broyta kapitalvinningsskattalógina, so ikki ber til at mótrokna rentur av lánum til at keypa partabrøv ella virðisbrøv fyri, í skatti av kapitalvinningi, so sum skatti av rentuinntøkum. Samgongan heldur fast um galdandi roknskaparmeginreglu um, at útreiðslur, sum eru beinleiðis fortreyt fyri eini inntøku, eiga at kunna dragast frá inntøkuni, áðrenn hon verður skattað. Tjóðveldi og Javnaðarflokurin halda, at tað almenna eigur ikki við skattalógini at eggja fólki til at læna pengar at keypa partabrøv fyri. Sambært galdandi lóg kunnu fólk mótrokna rentur av lánum, sum tey taka til at keypa partabrøv ella virðisbrøv, í skatti av kapitalvinningi, so sum skatti av rentuinntøkum. Úrslitið er minni skattur av kapitalvinninginum. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur upplýst, at bara í 2006 og 2007 læntu fólk 200 milliónir krónur til at keypa virðisbrøv ella partabrøv fyri eftir regluni, sum tá var nýggj, um at mótrokna rentur av lánum í kapitalvinningi. Nógv fólk eru komin illa fyri av slíkum lánum, tí partabrøvini, tey læntu pengar at keypa, mistu alt virðið, men fólk sita eftir við láninum. Hava tey kortini onkran kapitalvinning so sum rentur av innláni, kann rentan av láninum til at keypa partabrøv fyri dragast frá í tí vinninginum. Tjóðveldi royndi eisini at fáa lógina broytta í 2011. Semja var tá um hetta millum minnilutasamgonguna, sum tá var, Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin, og Tjóðveldi og Framsókn. Eisini fer lógin at forða almennum stovnum at selja solariumsól til kosmetiskt endamál, og almennir stovnar fara heldur ikki at hava loyvi til at leiga hølir til vinnurekandi, ið ætla at hava sólsølustað í hølunum. Umleiði 700 fólk fáa á hvørjum ári møgueikan frá Nordjobb, at fara í annað norðurland at starvast í umleið tveir til tríggjar mánaðar. Umleið 8000 umsóknir koma á hvørjum ári, og samskipararnir hjá Nordjobb siga, at tey helst vilja hava fleiri umsóknir úr Føroyum. Morgunsengingin hevur tosað við Jacob Mell ker, sum samskipar føroyska partin hjá Nordjobb. Arbeiðið kring Ungt Virki, sum hevur verið afturvendandi tiltak í mong ár, er ein av høvuðstættunum í Young Enterprice samstarvinum. Føroyskir miðnámsskúlanæmingar hava tikið lut í hesum samstarvi við fleiri góðum úrslitum. Í vikuni var ein kveikingarfundur á Føroya Handilsskúla har samstarv millum vinnu og útbúgving um innovatión var sett á breddan. Marit Magnussen sigur einglar vera til. Hon sigur frá, hvussu teir hjálpa henni, tá hon biður. Hon trýr, at hennara eingil fylgir henni inn í deyðan. Løgreglan fer at kanna málið um eina grøna lasara ljósstrálu. Hóast strálurnar ikki rakti cockpittið, so er kortini talan um álvarsliga støðu, sigur Kári í Haraldsstovu Petersen, leiðandi flogskipari hjá Atlantic Airways. Landsstýrið fer at skriva til kommunurnar, sum eiga SEV, og í næsta mánað verður aðalorðaskifti í løgtinginum um orkupolitikkin í framtíðini. Tjóðveldi vil hava løgtingið at forða fyri, at virksemið hjá eitt nú bankunum í øðrum londum kemur øllum føroyska samfelagnum í váða. Minnilutin í Fíggjarnevndini, Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin, vil hava landsstýrið at koma við lógaruppskoti, sum avmarkar váðan, sum útlendskt virksemi hjá føroyskum fíggjarfyritøkum kemur samfelagnum í. Flokkarnir báðir vísa á, at í fjør var føroyska framleiðslan, bruttotjóðarúrtøkan, 15 milliardir krónur Men javnin hjá størsta bankanum var 17 milliardir. Torbjørn Poulsen er røktingarmaður í Tormanshaga. Hann hevur mist tveir seyðir, men stúrir fyri, at fleiri eru deyðir. Ein annar røktingarmaður vestri í Vágum, sum Kringvarpið hevur tosað við, hevur mist 9 seyðir. Nógvur kavi er enn í fjøllunum í Vágum, og tí er enn ikki fult yvirlit yvir, hvussu nógvur seyður er deyður í kavanum. Edvard í Skorini Joensen er røktingarmaður í Gimbragongu í Sandavági. Hann greiðir eisini frá í innslagnum. Sambært Hans Martin Andreasen, røktara á Búnaðarstovuni, er einki fullfíggjað yvirlit yvir, hvussu nógvir seyður er deyður í kavaódnini. Virkið hevur leigað Høgaklett frá Varðanum í Gøtu til endamálið frá síðst í hesum mánaðinum til út í apríl. Ætlanin er at keypa millum 3.000 og 5.000 tons av rávøru úr Norra. Samstundis fer Faroe Marine Products, sum er altjóða navnið hjá Høvdavirkinum, eisini undir at taka ímóti munandi meiri av svartkjafti frá føroyskum skipum og virkjum. Fráboðanir um el skaðar komu úr øllum landinum, men flestu skaðarnir vórðu skrásettir í Saltangará. Har vóru tilsamans 98 el skaðar fráboðaðir, stendur í tíðindaskrivinum frá Tryggingarfelagnum. Hugsanin er, at lurtarar fáa nøkur orð, eitt tema ella okkurt annað, sum eitt listaverk skal vera grundað á. Um tað er ein mynd, ein skulpturur ella okkurt heilt annað er púra opið. Síðani heita vit á fólk um at avmynda verkið og senda okkum myndina. Kinna Poulsen fer at meta um innkomnu verkini. Tiltakið verður fyrstu ferð hósmorgunin. Hvørt ár velja fleiri pør at fara hvør til sítt. Tøl vísa, at næstan fjórða hvørt hjúnaband endar í hjúnaskilnaði. Men tá pør gift ella ógift velja at fara frá hvørjum øðrum, eru børn ofta við í myndini. Nøgdirnar av botnfiski minka, og betri gerst tað ikki, at minni kemur á uppboðssølu, tí virkini keypa frá sínum egnu skipum. Tað hevur við sær, at til dømis Fiskavirkið í Gøtu fær munandi minni fisk enn frammanundan. Men stjórin hevur IKKI hug at biðja politikararnar lóggeva veiðuna ella partar av henni á uppboðssølu. SEV kann ongantíð tryggja, at tað ikki slepst undan streymsliti, men roynt verður av øllum alvi at fyribyrggja, at streymurin fer. Hann sigur, at vandin fyri streymsliti er størri, tá SEV bæði skal tryggja streymveitingina og byggja út samstundis, sum dømi hava verið um seinastu dagarnar í Húsahaga og á Sundsverkinum. Talan er um teldubrillur, sum eru eina uppgerð við mátan, vit higartil hava brúkt telduna. Microsoft ímyndar sær, at við HoloLens rennur saman millum teldu heimin og veruliga heimin. Fyrsta ítøkiliga dømi um, hvussu HoloLens kann brúkast, er, at tú fert at kunna ganga ein túr á Mars við at brúka HoloLens. Upptøkurnar hjá Mars akførunum hjá NASA eru gjørdar um til ein Virtuellan 3d heim, tú kanst ganga og gera kanningar í. HoloLens mennararnir hjá Microsoft lova, at HoloLens verður tøk á marknaðinum, áðrenn livitíðin hjá Windows 10 stýris skipanini rennur út. Eftir 20 ára steðg er aftur møguleiki at keypa Lp plátur í Føroyum. Í dag víðkaði Tutl um virksemið. Umframt føroyskar plátur, fáast útlendskar plátur eisini til keyps í handlinum. Í gjár varð greitt hvørji lið skulu spæla hálvfinalurnar í steypakappingini í hondbólti. Men tó so var ikki avgjørt um tað varð Neistin ella H71 2, sum skuldi møta H71 í hálvfinaluni. Neistin vann í kvøld tepurt 31 28 17 14 á H71 2. Sigurin hjá Neistanum hevur við sær at Neistin hevur vunnið síðsta plássið í hálvfinalunum. Tað eru ivaleyst fleiri, ið ynsktu at H72 fór avstað við sigrinum. Tí um hetta varð støðan, so møttust H71 1 og H71 2 í hálvfinaluni. Tað hevði verið ein sera søgulig støða. Les eisini hvussu hinar hálvfinalurnar síggja út. Her eru halvfinalulidini Bergur Djurhuus Hansen bar fram sína hugsan um Rustur sum viður og vindur hjá Tóroddi Poulsen og Djevelen kan ikke lese hjá Silviu Henriksdóttir. Viðtal var við Hans Andrias Sølvará um bókina Frá sjálvstýrui móti loysing og Pól Jespersen um bókina Rúmdin , sum nú verður lisin sum framhaldsupplestur í útvarpinum. Grannakaffi eitur eitt tiltak, sum Krabbameinsfelagið nú fer at skipa fyri og hugskotið er, at fáa so nógv sum gjørligt at skipa fyri einum lítlum tiltaki, har fólk fáa ein kaffimunn og møguleika at stuðla arbeiðinum, sum Krabbameinsfelagið ger. Men valið í Grønlandi gjørdi, at fundurin varð útsettur til mars í ár, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, í svari til Bill Justinussen, løgtingsmann. Tá frágreiðingin Føroyar eitt land í Arktis. Møguleikar og avbjóðingar varð gjørd í 2012 og 2013 varð settur bólkur við fólkum úr øllum aðalráðum. Hesin bólkur hevur fund eina ella tvær ferðir um árið við tí endamáli at styrkja samskiftið og samstarvið millum aðalráðini um arktiska arbeiðið. Løgmansskrivstovan hevur harafturat regluligt samskifti við danskar myndugleikar um viðurskifti á Norðurpólsleiðini, millum annað um trygd og tilbúgving. Abdullah bin Abdilaziz kongur í Saudi Arabia er deyður eftir drúgva sjúkulegu. Tað upplýsir almenna sjónvarpsrásin í Saudi Arabia. Hann gjørdist um 90 ára gamal. Hildið verður, at Abdullah kongur er føddur í 1923 ella 1924. Hann hevur stjórnað Saudi Arabia síðani 2005, men í veruleikanum hevur hann stjórnað landinum síðani miðskeiðis í 1990 unum, tá undanmaður hansara, Fahd kongur, gjørdist sjúkur og avlamin. Salman bin Abdulaziz Al Saud krúnprinsur, sum er beiggi Adbullah Ib Abdilaziz , er tilnevndur nýggjur kongur. Hann er 79 ára gamal. Salman hevur síðani 2012 verið verjumálaráðharri og var undan tí guvernørur í Riyadh í 50 ár. Tølini vóru eina ferð tey somu í Danmark sum tey eru í Føroyum nú, men í Danmark verða tølini javnað hvørt ár, tey hækka hvørt ár. Í Føroyum eru tølini ikki javnað. Men tað verða tey sambært lógaruppskotinum. Aðrar broytingar viðvíkjandi tryggingini eru eisini skotnar upp, millum annað um próvbyrðuna hjá tí, sum elvir til skaðan og tí, sum fær skaða. Vit hoyra brot úr 7 kvæðum og vísum, har kvinnur hava ein týðandi leiklut. Eyðun Andreasen hevur undirvíst í kvæðaskaldskapi á Fróðskaparsetrinum í mong og hevur stóra vitan at oysa av. Jan Laursen, leiðari á frítíðarskúlanum í Badmintonhøllini, hevur serligan áhuga fyri evninum. Hann hevur nomið sær vitan um samspælið millum børn og tað at beistast. Í videobrotinum roynir reportarin hjá morgunsendingini, Kári Olsen, at bróta seg úr einum skorsteini. Fýra spurningar eru aftur til viðgerðar í Also. Ein bilførari illneitast inn á aðrar bilførarar, sum ikki flyta bilin eftir áfylling við bensinstøðir, ein er um starvsfelaga, sum sker eitt heilt bygdasamfelag um ein kamb, tí hon ikki trívist í bygdini. Síðani er tað kvinnan, sum harmast um, at barnið er fyri mismuni, tí tey hoyra til Brøðrasamkomuna, og maðurin, sum er ørkymlaður av vermóður síni, sum hann heldur vera nakað skittliga. Gestir hesaferð eru Jensina Olsen, Bergur Debes Joensen og Guðrun við Rættará. Í Føroyum er nú einaferð soleiðis, at tá hugt verður aðrastaðni, verður ofta hugt til Danmarkar fyrst, og har eru reglur á økinum. Danska Fótbóltssambandi gevur vanliga ikki leikbann fyri reyð kort í venjingardystum, men undantøk eru, tá eitt eitt nú harðskapur er orsøkin. Dog undtaget forseelser, som i indberetningen fra kampens dommer og eller af Disciplinærudvalget, vurderes som særlig voldsom adfærd. Løgreglan hevur tikið hetta málið upp, tí tað er harðskapur sum fer fram í tí almenna rúminum, segði Jón Kruse, løgreglumaður, við Útvarpið í gjár. Brunaeftirlitið gav Vága Floghavn forboð fyri at brúka nýggju bunkringarstøðini hjá flogførunum, tí Brunaeftirlitið hevur ikki góðkent tey. Politiið váttar, at tað fekk málið 19.november í fjør. Málið er latið løgfrøðingi at taka støðu til, áðrenn avgjørt verður, hvat politiið skal gera. Nýggja farstøðin á flogvøllinum hevur heldur onga brunagóðkenning frá Brunaeftirlitinum, sum sambært Brunaeftirlitinum er góðkennandi myndugleikin. Sambært Innlendismálaráðnum skal Brunaeftirlitið góðkenna farstøðina, tí byggimálið byrjar í 2011, og byggilógin, sum sigur, at kommunurnar nú hava myndugleikan, kom í gildi 1.apríl í 2013. Brunaeftirlitið fekk tann 16.oktober í fjør tilfarið frá Vága Floghavn, sum tað, sambært Brunaeftirlitinum, átti at fingið frá Sørvágs kommunu, áðrenn nýtsluloyvið varð latið farstøðini. Kærunevndin í lendismálum vísti tó kæruni frá sær. Sambært nevndini kann Brunaeftirlitið ikki kæra, tí tað er ikki partur í byggimálinum. Teir báðir, Poul Ingason og Hans Jørgen Djurhuus, eru komnir víðari frá hendingi í venjingardystinum millum HB og Víking. Pól Ingason varð sligin í andlitið, og hann fór á Landssjúkrahúsið, har staðfest varð, at hann hevði brotið nøsina. Hans Jørgen Djurhuus ringdi til Poul Ingason Sosialurin skrivar í dag, at Hans Jørgen hevur biðið Poul Ingason um umbering. Eg ringdi til Poul Ingason dagin eftir, og havi biðið um umbering. Eg eri keddur av, at hann breyt nøsina, tað var als ikki meiningin, sigur Hans Jørgen Djurhuus við Sosialin. Umberingin góðtikin Sosialurin hevur eisini tosað við Poul Ingason, og hann hevur góðtikið umberingina. Eg havi tosað við Hans Jørgen Djurhuus, og fingið eina umbering. Hana havi eg góðtikið. Hetta er tað sum kann henda í einum fótbóltsdysti, sigur Poul Ingason við blaðið. Sosialurin hevur longri samrøður við teir báðar, sum kunnu lesast í dagsins útgávu. Kann vænta sær leikbann Forsetin í FSF, Christian Andreasen, hevur sagt við útvarpið, at kannað verður, hvat kann gerast við málið. Hann segði, at í løtuni kannar FSF, hvat í onnur fótbóltssambond gera í slíkum støðum. Í Føroyum er nú einaferð soleiðis, at tá hugt verður aðrastaðni, verður ofta hugt til Danmarkar fyrst, og har eru reglur á økinum. Danska Fótbóltssambandið gevur vanliga ikki leikbann fyri reyð kort í venjingardystum, men undantøk eru, tá eitt eitt nú harðskapur er orsøkin. Á heimasíðuni hjá DBU stendur soleiðis. Løgreglan kannar málið Løgreglan kannar í løtuni eisini málið sum harðskapsmál. Løgreglan hevur tikið hetta málið upp, tí tað er harðskapur sum fer fram í tí almenna rúminum, segði Jón Kruse, løgreglumaður, við Útvarpið í gjár. In.fo skrivar í dag, at Poul Ingason hevur fingið boð frá læknanum um, at hann er so mikið meiddur, at hann ikki kann spæla fótbólt í seks vikur. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sigur, at nú Føroyar hava formansskapin, bjóðaðu Føroyar hinum londunum til Føroya at fundast nú í januar. Telelóggávan er á føroyskum hondum, og tí verða Føroyar sjálvar at gjalda allar útreiðslur í sambandi við, at løgtingið hevur álagt telefyritøkunum í Føroyum at geva løgregluni størri heimild til avlurting. Hetta er niðurstøðan eftir ein fund í Keypmannahavn í gjár millum Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum, og Mette Frederiksen, løgmálaráðharra. Løgtingið samtykti á vári í fjør broytingar í føroysku telelóggávuni, sum áleggja føroysku telefyritøkunum at rinda kostnaðin av at seta upp avlurtingarútgerð til løgregluni at brúka. Í tí sambandi heitti løgtingið á landsstýrismannin í vinnumálum um at tosa við donsku stjórnina, so føroysku telefyritøkurnar kunnu fáa útreiðslurnar endurgoldnar úr Danmark. Í øðrum lagi er skipanin í Danmark og í ES hon, at telesamskiftisveitarar sambært lóg rinda kostnaðin av at seta upp avlurtingarútgerð til løgregluna at brúka. Samráðingarnar millum strandarlondini um norðhavssild og svartkjaft, eru av á hesum sinni. Hóast fleiri royndir vórðu gjørdar, eydnaðist tað ikki strandarlondunum at semjast um eitt nýtt býti av hesum báðum stovnum. Semja var tó um øll onnur viðurskifti eitt nú heildarkvoturnar av norðhavssild og svartkjafti fyri 2015. Tað skrivar Fiskimálaráðið í tíðindaskrivi. Einki røktist yvirhøvur fyri at gera semju um norðhavssild, og tóku Føroyar tískil sum formansland, eftir at hava ráðført seg við hini londini, avgerð um at enda samráðingarnar um eitt nýtt býti av norðhavssild fyri 2015 og lótu formansskapin yvir til Noregs, sum er formansland fyri samráðingarnar fyri 2016. Strandarlondini fara sostatt at áseta sær einsæris kvotur av norðhavssild fyri 2015 við ongari semju sum grundarlagi. Samráðingarnar um svartkjaft fyri 2015 vórðu niðurlagdar í dag og verða tiknar upp aftur væntandi í februar mánaði. Føroyar fara tá sum formansland at gera enn eina roynd at býta svartkjaftastovnin av nýggjum millum strandarlondini. Tað verður gjørt, eftir at samráðingarnar í London í vikuni ikki førdu til nakað úrslit, og samráðingar verða ikki aftur um norðhavssildina í ár. Hann sigur, at fyrst skal úrslitið av samráðingunum viðgerast, og síðani fer hann at kunna Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum um støðuna. Ikki fyrr enn eftir tað, verður føroyska sildakvotan ásett. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður hevur fyrr sagt, at Føroyar hava ligið aftast, tá talan er um at býta norðhavssildina. Har eiga Føroyar at ligga sum nummar tvey, eftir Noreg, og so eiga hini londini at koma aftaná, tá býtt verður. Heiðrikur á Heygum er nýútbúgvin filmsstjóri frá alternativa filmsskúlanum, Super 16, í Keypmannahavn. Hann er eisini kendur sum tónleikari, sangari og listamálari, men sigur seg kunna samantvinna allar hesar listagreinar í filmi. Hann kallar film tað perfekta hjúnarbandið millum listagreinirnar. Í vangamyndini í kvøld fer Heiðrikur á Heygum at fortelja um hansara filmslist, um familjuna og ikki minst um hansara framtíðarætlanir. Soleiðis var eitt nú rópt eftir Duritu Ana Alejandra Granada Thomasen, sum er ættleidd úr Kolumbia. Í hesi sending práta vit við hana um bæði hvussu tað var og er at liva í Føroyum við øðrum húðarliti. Systkini Angela Petersen og Mark Joensen hava somuleiðis upplivað rasismu. Tey komu til Føroyar í 70unum, og vóru tá nærum einastu børnini í Føroyum við myrkum húðarliti. Síðani práta vit við Kirsten Ocampo, sum hevur uppruna úr Filipininum. Hon hevur afturímóti Duritu, Angelu og Mark ikki upplivað rasismu. Tá freistin at tekna børn í forskúla í Skúlanum á Argjum var úti, vórðu bert 13 næmingar innskrivaðir. Tað er nóg mikið, tí kravið er í minsta lagi 12 næmingar. Men Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri í Tórshavnar kommunu, væntar, at fleiri næmingar verða teknaðir til forskúlan á Argjum, tá tað líður út á várið. Ein tørvskanning, sum kommunan læt gera, vísir, at helvtin av foreldrunum vil hava børnini í forskúla, men tað veldst um, hvar í býnum skúlatilboðið er. Nýrasteinknúsarin, sum Klaksvíkar sjúkrahús hevur fingið ókeypis frá sjúkrahúsinum í Aalborg, kann spara føroyska heilsuverkinum eina til tvær milliónir krónur um árið. Fiskurin verður í fyrsta lagi toskur og longa frá partrolarunum, ið landa upsa til flakavirkið í Runavík, men annars verður fiskur keyptur frá línubátum og á Fiskamarknaðinum. Heldur enn at broyta útlendingalógina, eiga aðrir møguleikar at verða troyttir, til tess at ganga ímóti umhvørvisaktivistum, ið vilja steðga grindadrápi, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í útlendingamálum, sum vil hava eina skrá yvir teir møguleikar, ið finnast. Sum liður í at fyrireika Føroyar til at ganga ímóti umhvørvis aktivistum sum til dømis Sea Shepherd, hevur verið upp á tal at fremja broytingar í útlendingalógini, men tað verður ikki gjørt. Niðurstøðan er, at útlendingalógin verður ikki broytt, og at aðrir møguleikar ístaðin eiga at verða troyttir, sigur landsstýrismaðurin. Í vetur heitti Løgtingið á landsstýrið um at leggja fram neyðugar lógarbroytingar, so forðast kann fyri, at umboð fyri felagsskapir og útgerð hjá teimum, ið hava til endamáls at fremja ólógligt virksemi ella hótta rættindi í Føroyum, kunnu koma til landið ella fyrireika sítt virksemi í Føroyum. Ein møguleiki, ið nevndur var tá, er at broyta útlendingalógina, so at beinleiðis lógarfest bann kann setast ávísum felagsskapum ella persónum fyri at koma til Føroya. Stjórnin er tó, av løgfrøðiligum orsøkum, ikki sinnað at fremja slíkar broytingar í útlendingalógini. Føroyar skulu, sum Løgtingið ynskir, fyrireikast til at ganga ímóti møguligum ófriðarkroppum frá umhvørvisfelagsskapum, og nú eiga vit at fáa gjørt eina skrá yvir, hvørjir møguleikar eru til taks. Ágangur frá umhvørvisfelagsskapum er ikki nakað nýtt, og tá onnur lond megna at forða slíkum ágangi, so megna vit tað eisini, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í útlendingamálum á heimasíðuni hjá Vinnumálaráðnum. Nú kommunurnar hava tikið við eldraøkinum, er Kommunala Arbeiðsgevarafelagið farið undir samráðingar við fakfeløgini, hvørs limir arbeiða í heimarøktini. Í gjár skrivaði Kommunala Arbeiðsgevarafelagið undir sáttmála við trý fakfeløg felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Fysioterapifelag Føroya og Ergoterapeutfelagið. Í onkrum føri hevur Kommunala Arbeiðsgevarafelagið avtalað við feløgini at fylgja tí til eina og hvørja tíð galdandi sáttmála, sum tey hava við Fíggjarmálaráðið. Í øðrum føri er avtalað at fylgja teimum nevndu galdandi sáttmálum millum fakfeløgini og Fíggjarmálaráðið, men saman við eini serstakari avtalu, sum millum annað heimilar fakfelagnum og Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum at viðgera størv og flokkingar á kommunala sáttmálaøkinum. Harumframt er Kommunala Arbeiðsgevarafelagið saman við øðrum fakfeløgum farið undir at gera sjálvstøðugar sáttmálar, og tað arbeiðið er komið væl áleiðis, upplýsir KAF í tíðindaskrivi. Tað er bretska heilivágsfyritøkan GlaxoSmithKline, ið framleiðir koppingarevnið, og granskarar ætla, at 30.000 sjálvboðin skulu koppsetast. 10.000 fólk fáa koppingarevni fyri ebola, 10.000 onnur fáa eitt óvirkið evni, so samanberingar kunnu gerast, og haraftrat fáa 10.000 fólk eitt annað royndarkoppingarevni. Frammanundan hava 200 sjálvboðin í Bretlandi, USA, Sveis og Mali roynt koppingarevnið, og higartil tykist alt at ganga, sum tað skal, sigur bretska heilivágsfyritøkan. Hon undirstrikar, at koppingarevnið enn er á royndarstigi, og heimsheilsustovnurin WHO og aðrir myndugleikar skulu góðkenna evnið, áðrenn tað kann brúkast at koppseta alt fólkið í ávísum londum við. Ein onnur heilivágsfyritøka, Merck, er eisini á veg við einum koppingarevni, sum skal roynast í Guinea, Liberia og Sierra Leone komandi mánaðirnar. Heimsins fremstu leiðarar hava í dag verið í Saudiarabia, har minningarhald hevur verið fyri Abdullah kongi, sum doyði í gjár og varð grivin aftaná fríggjadagsbønina. Úr USA var Joe Biden, varaforseti, komin, og úr Evropa vóru franski forsetin Francois Hollande, bretski trúnarvingin, Charles prinsur, og saman við honum David Cameron, forsætisráðharri. Russiski forsætisráðharrin, Dmitrij Medvedev, var eisini á minningarhaldinum í høvuðsstaðnum Riyadh. Barak Obama, er á vitjan í India, men styttir vitjanina har og á veg aftur til USA týsdagin fer amerikanski forsetin til Saudiarabia at hitta 79 ára gamla Salman kong, ið hevur tikið við eftir hálvbróðurin Abdullah, sum doyði 90 ára gamal. Um Abdullah kong verður sagt, at hann var framburðssinnaður men kvinnurnar í Saudi Arabia sleppa til dømis framvegis ikki at koyra bil. Nevnt verður, at kongurin gav kvinnum sæti í ráðgevandi stjórnarráði sínum, og talið av kvinnum, ið fær hægri útbúgving, er nógv vaksið í stjórnartíð hansara. Neil Durkin, talsmaður fyri Amnesty, sigur, at í mannarættindahøpi var Abdullah kongur ein vanlukka. Talsmaðurin vísir millum annað á, at píning framvegis er púra vanlig í politivarðhaldum og í fongslum í Saudi Arabia. Islamski staturin hevur tveir japanskar gíslar, og hevur roynt at fingið 1,3 milliardir krónur fyri at lata teir leysar, men japanski forsætisráðharrin, Shinzo Abe, hevur hvassorðaður sagt, at japanska stjórnin fer ikki at boyggja seg fyri kravinum. Sjálvt drápið verður ikki víst, men á eini videoupptøku heldur hin gíslin, Kenji Goto Jogo, á eini fotomynd av hálshøgda landsmanninum og sigur, at eisini hann fer at doyggja, um kravið hjá islamska statinum ikki verður eftirlíkað. Og kravið er nú, at Jordan skal lata eina irakiska kvinnu, Sajida al Rishawi, leysa. Hon varð handtikin, tá al Qaeda í 2005 framdi bumbuálop á eitt hotel í Amman og 38 fólk doyðu. Í brævi, sum er sent til stýrisformannin í SEV og til kommunurnar, og sum Kringvarpið hevur fingið innlit í, sigur landsstýrismaðurin, at útsagnir hjá umboðum fyri SEV í miðlunum bera brá av eini áskoðan um, at vit sum oyggjasamfelag mugu læra okkum at liva við slíkum afturvendandi streymslitum. Slíkum áskoðanum taki eg als ikki undir við, og vil ikki góðtaka, um hetta er støðan hjá SEV og eigarunum til hetta álvarsmál, skrivar Johan Dahl. Sum landsstýrismaður í orku og elveitingarmálum skal eg biðja um frágreiðing um mongu streymslitini seinasta mánaðin, og hvat verður gjørt fyri at fyribyrgja hesum framyvir. Jákup Suni Lauritsen, nevndarformaður í SEV, viðgongur, at tað er ikki nøktandi, at streymurin er farin so ofta í ár, og at tvey streymslit hava verið, tí SEV ger umleggingar. Ein maður, sum er yngri enn 30 ár, sló og sparkaði eina kvinnu í høvdið í miðbýnum í Havn gjáranáttina. Nakað seinni gjørdi maðurin seg aftur inn á fólk. Løgreglan kom á staðið og handtók mannin. Í Suðuroy var eisini eitt mál um harðskap. Har hevði ein maður, sum eisini er yngri enn 30 ár, sligið eina kvinnu. Í báðum førum eru menninir skuldsettir og avhoyrdir, og ákæruvaldið skal nú taka støðu til, um ákæra skal reisast móti teimum. Tveir menn eru eisini tiknir fyri at koyra fullir um vikuskiftið. Annar í Klaksvík, har løgreglan gjørdi grein 13 kanningar í Norðoyatunlinum, og hin varð tikin í Havn. Teir eru um 50 ára aldur. Valhølini í Grikkalandi lótu upp tíðliga í morgun, og sambært politiskum eygleiðarum í Athen eru grikkar á einum vegamóti, tí valið stendur millum vinstra radikala flokkin, Syriza, og stjórnarflokkin, Nýtt demokrati Men ES, serliga Týskland, heldur fast við, at Grikkaland skal halda sparikrøvini, sum eru avtalað. Hesum tekur stjórnarflokkurin, Nýtt demokrati, undir við, og stjórnin hevur eisini sett víðfevnd sparitiltøk í verk. Sambært griksku vallógini fær flokkurin, sum vinnur valið, 50 tingsessir aftrat, og tí verður spurt, um tað fer at bera til hjá Syriza at skipa stjórn einsamallur. Nógvir grikkar leggja týska samveldiskanslaran, Angelu Merkel, undir at standa á odda fyri stranga sparipolitikkinum, og tí fær Syriza og fólksligi leiðarin í flokkinum, Alexis Tsipras, so stóra undirtøku. Knút Vesturdal fekk í 1965 starv hjá Landsverki sum vegaumsjónarmaður. Har var hann til 2006. Arbeiðið var bæði nýgerð, vegarøkt og kavagrevstur. Ofta var hart og vandamikið at halda vegirnar opnar millum hægstu fjøll í Føroyum. Ringast í Eiðishaganum og eystanfyri Skarðið, men stundum eisini drúgt at grava út á Oyrar. Leitað varð stundum eftir fólki, sum hevði lagt á vegirnar og fjøllini við bili í ringum líkindum. Í 1982 fekk Knútur álvarsligan skaða í táðum veðri á veg úr Funningi til Eiðis. Ein hvirla tók bilin 150 metrar gjøgnum hagan. Knútur varð slongdur úr og fekk bilin niður á beinini. Feløgini fara í framtíðini at samstarva um aling í Norður og Suðuramerika, men ikki í Kanada. Tey fara at ala 250.000 tons av laksi um árið, umframt nakað av øðrum fiskasløgum. Úrslitið av rakstrinum seinasta fjórðingsár í 2013 var eina milliard og 34 milliónir krónur, men í fjør var úrslitið 990 milliónir krónur Marine Harvest seldi 109.000 tons av laksi seinasta fjórðingsár í fjør. Tólmenni, robottar, skulu til arbeiðis á flakatrolarunum í framtíðini, og teir skulu síggja til, at norsku flakatrolararnir í framtíðini tjena fleiri pengar. Norska fyritøkan, OptimarStette, arbeiðir við at menna tólmenni, sum skulu taka sær av pakkiarbeiðinum á flakatrolarunum, og ætlanin er, at manningartalið kann lækka úr 35 niður í 25 mans. Ælanin er at royna tólmenni á nýggja norska flakatrolaranum, Ramoen, sum fer til fiskiskap við nýggju útgerðini í næstum, skriva norskir miðlar. Talan er um familjur, sum nakrar dagar fyri lønarútgjalding, ikki eiga pengar til mat, og tá hevur Herbergið í Havn latið eina eskju við matvørum. Neistin og H71 spældu fyri løtu síðani javnleik 22 22 í høllini á Nabb. Rói Berg Hansen javnaði við brotskasti í síðsta sekundi, eftir at H71 hevði verið frammanfyri meginpartin av dystinum. Tá tólv minuttir vóru eftir var støðan 20 17 til H71, sum sá út til at fara at fáa ein sigur sum útgangsstøði til seinnu hálvfinaluna. Men Neistin kempaði víðari, og megnaði við tveimum málum tveir teir seinastu minuttirnar, at vinna sær ein javnleik. Seinna hálvfinalan verður spæld hóskvøldið í høllini í hoyvík. Kyndil fekk eisini javnleik í evstu løtu Mansliðið hjá Kyndli spældi javnleik 23 23 móti VÍF í gjár, hálvleiksstøðan var 6 11 til VÍF. Síðstu minuttirnir vórðu teir avgerandi í dystinum fyri Kyndil, tí hóast VÍF eitt skifti var á odda við 6 málum, so megnaði Kyndil at hála seg inn á VÍF. Tá 35 sekund vóru eftir at spæla var støðan 22 23 og Kyndil hevði bóltin. Tá bert 10 sekund eru eftir skoraði David Edvardsen fyri Kyndil, 23 23. VÍF fekk síðsta álopið í dystinum, men tíverri fyri vestmenningar spírdist einki burturúr tí. Fyrra hálvfinalan millum Neistan og VÍF endaði 28 27 17 12 . Tóra Seloy var sera nøgd við tepra tapið, tí at VÍF kvinnurnar komu sera illa frá byrjan. Tá níggju minuttir vóru spældir, var Neistin á odda heili 7 0 og tað sá svart út hjá kvinnunum úr Vestmanna. Seinna hálvfinalan verður spæld hóskvøldið í Vestmanna klokkan19.30. Fyrra hálvfinalan millum Neistan og VÍF endaði 28 27 17 12 . Bára Hansen heldur, at neistakvinnurnar gjørdust alt ov tamar í seinna hálvleiki. Neistin hevur tað altíð trupult í Vestmanna, men Bára Hansen leggur dent á, at tær fara at gera alt fyri at koma í finaluna. Í Kyndli eru tey ónøgd við, at besta kvinnuliðið hjá felagnum skal til Vágs at spæla seinnu hálvfinaluna í steypakappingini mitt í viku. Dysturin skal avgreiðast mikukvøldið, 28.01, klokkan 20, men Andreas F. Hansen, venjari hjá Kyndli, heldur ikki, at kappingarnevndin hjá hondbóltssambandinum hevur tikið atlit til trupulleikarnar, sum standast av hesum. Hann sigur, at tað er trupult hjá leikarunum, sum hava arbeiði og børn, at ferðast til og liggja nátt í Suðuroy mitt í viku. Afturat hesum heldur hann, at Kyndil er fyri mismuni, tí mansliðið hjá Kyndli eisini skal spæla hálvfinalu í steypakappingini mikukvøldið, og at kvinnurnar tískil neyvan fáa nógvar kyndlafjepparar til Vágs at stuðla. Inga Dahl, forkvinna í kappingarnevndini hjá hondbóltssambandinum, sigur í stuttari viðmerking, at bólkaspælið og hálvfinalurnar skulu spælast innan fyri eitt stutt tíðarskeið. Hóast eitt hoyringarskriv verður sent út, eftir at dystirnir eru lagdir, so nýtist tað ikki at merkja, at kappingarnevndin skal ganga øllum ynskjunum um dystarskránna á møti. Fleiri av stuðulunum hjá Syriza siga við AFP tíðindastovuna, at tey hava álit á 40 ára gamla leiðaranum, Alexis Tsipras, sum nú verður nýggjur forsætisráðharri, og tey vóna, at kann fáa landið búskaparliga á føtur aftur. Nú eru nýggir leikarar á liðnum, og politisku ætlarnirnar hjá teimum gera okkum glað, sigur Eleni Papadopoulou, sum arbeiðir innan privata vinnuøkið. Vit høvdu tað trupult undir kreppuni, og nú vóni eg, at broyting verður, sigur hon. Nýggi forsætisráðharrin, Alexis Tsipras, lovaði undir valstríðnum at slaka í sparingunum við at taka samráðingar uppaftur við ES, sum bjargaði Grikkalandi undan at fara á húsagang. ES, Atjóða gjaldoyragrunnurin IMF og evropiski miðbankin hava sett saman fleiri lánipakkar til Grikkaland fyri tilsamans 250 milliardir evrur. Og nakrar av hesum avtalum skulu partarnir samráðast um av nýggjum í næsta mánað. Syriza æltar eisini at hækka minstulønina úr 30 upp í 751 evrur um mánaðin, tað vil siga úr góðum 200 krónum upp í 6.000 krónur um mánaðin, og at tryggja ókeypis læknahjálp. Tsipras fer skjótt niður úr aftur trænum, sum hann kleiv upp í undir valstríðnum, sigur Marelene Wind, sum er professari og leiðari fyri Miðstøðini fyri Evropiskan politik við lærda háskúlan í Keypmannahavn. Tsipras hevur ført hart valstríð við nógvum lyftum, sum hann í veruleikanum ikki kann fremja í verki. Hann stendur í støðuni, sum hann helst ikki hevði vilja staðið í við at vinna valið. Fær hann avgjørdan meiriluta, stendur hann í trupulari støðu, tí so skal hann gera tað, sum hann hevur lovað. Og tað kann hann ikki, sigur leiðarin fyri Miðstøðini fyri Evropiskan politik. Tá 92 prosent av atkvøðunum vórðu taldar, hevði Syriza fingið 36 prosent av atkvøðunum og tað svara til 149 ella 150 av teimum 300 sessunum í tjóðartinginum. Næstflestar atkvøður fekk fráfarandi forsætisráðharrin og flokkur hansara, Nýggju Demokratarnir, 27,9 prosent, og tey fáa 76 tjóðartings sessir. Tað ætlar Vinnumálaráðið, sum vil hava løgtingið at broyta lógina um tryggingarvirksemi, so ráðið kann virka á tryggingarøkinum í Føroyum, tryggingar eru yvirtikið málsøkið. Sambært Vinnumálaráðnum er Det Systemiske Risikor d ráðgevandi stovnur, sum skal meta um váðan í danska og føroyska fíggjarheiminum. Harumframt kann ráðið koma við tilráðingum til myndugleikarnar um átøk, sum ráðið metir kunnu stuðla upp undir fíggjarligt støðufesti. Í ráðnum eru tíggju fólk. Føroyar hava ikki umboð í ráðnum. Í donsku lógini frá 2012 um Det Systemiske Risikor d stendur, at danski vinnumálaráðharrin kann gera avtalu við landsstýrið um, at ráðið eisini kann virka á tryggingarøkinum í Føroyum. Danska vinnumálaráðið spurdi longu í 2012, um nýggja ráðið eisini skuldi virka á tryggingarøkinum í Føroyum. Frammanundan hevur løgtingið samtykt, at Det Systemiske Risikor d eisini fevnir um peningastovnarnar í Føroyum. Tað málsøkið er ikki yvirtikið. Nigerisku myndugleikarnir hava lovað at veita teimum hjálp, sum eru leyslatin, talan er um ungar kvinnur, menn og børn. Boko Haram setti eld á fleiri hús í sambandi við álopið, sum var sætta januar, og tí hava fleiri av teimum leyslatnu einki at fara til. Í minsta lagi 20 persónar sita framvegis fangar hjá Boko Haram. Nakrar kvinnur, sum eru lætnar leysar, hava greitt frá, at tær sýttu fyri at akta boðum og reglum hjá Boko Haram, og sluppu tær leysar. Uppreistrarfelagsskapurin, Boko Haram, hevur seinastu tíðina herjað kring býin, Baga. Fyri fáum døgum síðani tók Boko Haram ábyrgdina av hópdrápinum, sum sambært mynduleikunum á staðnum og Amnesty International, kravdu um 2000 mannalív. Leiðarin fyri Boku Haram, Abubakar Shekau, segði tá í sjónbandarøðu, at hetta er bert byrjanin, og roknast kann við fleiri slíkum álopum. Boko Haram stríðist fyri islamskum stati í Nigeria. Hvussu kann man søkja um stuðul til gransking Tað fara vit at tosa um hesa næstu løtuna við Anniku Sølvará stjóra í Granskingarráðnum, nú freistin at søkja um stuðul verður um góðar 14 dagar. Rannvá er framhaldssøga eftir Dagmar Joensen Næs. Bókin byggir á frásøgnina um Rannvá í Skúvoy, sum verður neytikin av kommandantinum á Skansanum og dómd at búseta seg í óbygdum. Dagmar Joensen Næs var ættað úr Miðvági og maður hennara úr Skúvoy. Framhaldssøgan er fyrstu ferð send í 1969. Bókin kom út í 1971. Rannvá er framhaldssøga eftir Dagmar Joensen Næs. Bókin byggir á frásøgnina um Rannvá í Skúvoy, sum verður neytikin av kommandantinum á Skansanum og dómd at búseta seg í óbygdum. Dagmar Joensen Næs var ættað úr Miðvági og maður hennara úr Skúvoy. Framhaldssøgan er fyrstu ferð send í 1969. Bókin kom út í 1971. Rannvá er framhaldssøga eftir Dagmar Joensen Næs. Bókin byggir á frásøgnina um Rannvá í Skúvoy, sum verður neytikin av kommandantinum á Skansanum og dómd at búseta seg í óbygdum. Dagmar Joensen Næs var ættað úr Miðvági og maður hennara úr Skúvoy. Framhaldssøgan er fyrstu ferð send í 1969. Bókin kom út í 1971. Rannvá er framhaldssøga eftir Dagmar Joensen Næs. Bókin byggir á frásøgnina um Rannvá í Skúvoy, sum verður neytikin av kommandantinum á Skansanum og dómd at búseta seg í óbygdum. Dagmar Joensen Næs var ættað úr Miðvági og maður hennara úr Skúvoy. Framhaldssøgan er fyrstu ferð send í 1969. Bókin kom út í 1971. Rannvá er framhaldssøga eftir Dagmar Joensen Næs. Bókin byggir á frásøgnina um Rannvá í Skúvoy, sum verður neytikin av kommandantinum á Skansanum og dómd at búseta seg í óbygdum. Dagmar Joensen Næs var ættað úr Miðvági og maður hennara úr Skúvoy. Framhaldssøgan er fyrstu ferð send í 1969. Bókin kom út í 1971. Rannvá er framhaldssøga eftir Dagmar Joensen Næs. Bókin byggir á frásøgnina um Rannvá í Skúvoy, sum verður neytikin av kommandantinum á Skansanum og dómd at búseta seg í óbygdum. Dagmar Joensen Næs var ættað úr Miðvági og maður hennara úr Skúvoy. Framhaldssøgan er fyrstu ferð send í 1969. Bókin kom út í 1971. Mentamálaráðið hevur fyribils frátikið ein lærara fyri tænastu, meðan løgreglan kannar mál um kynsligan ágang. Tað váttar Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum. Hann leggur dent á, at málið er so nýtt, og nú skulu fyrst kanningar gerast, eitt nú skulu telda og fartelefon kannast, áðrenn støða skal takast til, um farast skal víðari við málinum ella um tað verður slept. Frá hesi løtu hava vit nýggja stjórn. Frælsir Grikkar fara at vísa á Alexis Tsipras sum forsætisráðharra, segði hann við tíðindafólk. Tað sá leingi út til, at Hoyvíkingar fóru at vinna, men Neistamenn vóru treiskir, og í allarsíðsta sekundi eydnaðist teimum at javna. Neistin fekk eina flúgvandi byrjan í fyrru hálvfinaluni móti VÍF. Áðrenn vestmannkvinnur komu á máltalvuna, høvdu tær bláu lagt seg fram um 7 0. Men við nýggja leikaranum, Adinu Ghidoarca, á odda, stríddi VÍF seg inn aftur í dystin, og tá avtornaði var bert eitt mál á muni. Í 2014 minkaði arbeiðsloysið nakað meir hjá monnum enn hjá kvinnum. Frá desember í 2013 til desember í 2014 minkaði arbeiðsloysið hjá monnum úr 516 í tali, ið eru 3,5 , niður í 343, ið eru 2,3 . Hjá kvinnum minkaði arbeiðsloysið úr 628 í tali, ið eru 5,0 , niður í 541, ið eru 4,3 . Sostatt minkaði arbeiðsloysið hjá monnum við 173 og hjá kvinnum við 87, skrivar Hagstovan . Tá arbeiðsloysið ikki er árstíðarjavnað, er tað 898 fólk í talið ella 3,3 í desember 2014. Hetta eru 48 fleiri enn í november 2014 men 273 færri enn í desember 2013. Manningin í Gø er Ólavur Gaard, gittar Kristian Pauli Ellefsen, klaver Árni Jóhannesson, bass og Hjørtur Pætursson Háberg, trummur 33 ára gamli Jóhan Jógvansson hevur verið bóndi í Dúgvugørðum síðani 2011. Hann hevur síðani fest ein garð í bygdini afturat, Svartá fyri niðan. Og hann hevur nú søkt um at fáa tann triðja garðin í bygdini, Kvíggjarhamar, har bóndafólkini hava kastað frá sær. Eydnast tað, hevur Jóhan tilsamans 700 áseyðir. Spildurnýggja bóndakonan í Dúgvugørðum, Sonja Dalsgaard Nolsøe, heldur, at Saksun er eitt framúr spennandi pláss og hon sær stórar møguleikar í ferðavinnuni, ið eigur at vera eitt gott ískoyti hjá garðinum. Magnus Pauli og Ena Dahl Olsen hava verið bóndafólk á Kvíggjarhamri hesi seinastu 20 árini. Í desember tóku tey so avgerðina um at gevast og lata garðin frá sær. Familjan býr nú í Streymnesi, har tey eru byrjað eitt nýtt lív. Og so støkka vit eisini inn á gólvið hjá Gurli og Páll Svartá, ið eru bóndafólkini á festinum Svartá fyri uttan. Páll greiðir millum annað frá fólki, ið eru komin illa fyri úti á lónni. Og Gurli skilir ikki, hví fólk ikki trívast í Saksun, tí her er gott at vera. Talan er fyri tað mesta um afturvendandi túrar, sum verða gjørdir á sama hátt og um somu tíð á hvørjum ári. Gerast skulu fýra hydrografi túrar, har hiti, salt, føðslusølt og annað verða kannað. Tríggir túrar verða gjørdir fyri at kanna umhvørvi og lívfrøði undir Føroyum, yngulkanningar æti, biologisk oseanografi og fjarðakanning. Tveir túrar verða gjørdir at kanna uppsjóvar tilfeingið, sild og svartkjaft, og so verður skip leigað at kanna makrel. Botnfiskur á Landgrunninum og á Føroyabanka verður kannaður á seks yvirlitstrolingum, og ein túrur er ætlaður at kanna fisk á djúpum vatni. Ein vika er sett av til at merkja tosk, tvær vikur at kanna svartkalva, og so eru tríggir eyðmerktir til trolroyndir, sum í 2015 serliga eru ætlaðir at kanna upsa. Tá hvør túrur er liðugur, verður ein túrfrágreiðing skrivað og løgd út á heimasíðuna hjá Havstovuni, sæst á heimasíðuni hjá Havstovuni. Eftir at ítróttartíðindini í Kringvarpinum í gjár søgdu frá, at Kyndil helt seg vera fyri órættvísi í seinnu hálvfinaluni, hevur veruliga fingið bein at ganga á. Í stuttum snýr málið seg um,at Kyndil heldur seg vera fyri órættvísi, tí tey skulu suður mitt í viku og hetta hevur fleiri trupulleikar við sær. Les eisini hetta. Forkvinna í VB heldur at tey nú eru gjørd til syndabukk í einum máli, sum ikki skuldi sæð dagsins ljós. Tað er órímuligt at ein mannagongd, sum vit hava góðtikið í fleiri ár, hóast vit hava kært áður, endar aftur hjá kappingarnevndini. Skal ein mannagongd broytast skal hon verða tikin upp á einum aðalfundi, tí tað er har slíkt hoyrir heima. VB noktar at spæla fríggjakvøldið Vígdis Nolsøe, forkvinna í dag váttar fyri kringvarpinum, at VB ikki vil flyta dystin, sum stendur at skula verða spældur mikukvøldið klokkan20.00 í Vági. Kappingarnevndin hevur bjóðað Kyndli at spæla dystin fríggjakvøldið, men tað góðtekur VB ikki. Hon vísir á at VB seinastu mongu árini hevur spælt norðanfyri mitt í viku, tí VB ikki vann møguleikan at hava heimadyst til seinna dystin. Vit løgdu nógv fyri at vinna bólkaspælið í ár, nevniliga fyri at sleppa undan at skula úr Vági mitt í viku. T skil halda vit at tað er rímuligt, at kappingarnevndin heldur seg til uppruna avgerðina. Formaðurin í Kyndli, Uni Arge og forkvinnan í VB, Vígdis Nolsøe, siga at báðir partar eru hoyrdir, og nú liggur avgerðin hjá kappingarnevndini. Uni Arge, hevur onga viðmerking til hvat hendir um dysturin skal spælast mikukvøldið, og Vígdis Nolsøe vísir á, at VB ikki góðtekur nakað annað enn at seinna hálvfinalan verður spæld mikukvøldið. Kappingarnevndin hjá hondbóltssambandinum hevur enn ikki boðað frá um seinna hálvfinalan verður spæld mikukvøldið. Nýggja samgongan millum vinstrahalla flokkin Syriza og Óheftar grikkar á høgraveingi ætlar at endurskoða treytirnar fyri lánunum, sum ES hevur latið Grikkalandi, men formaðurin fyri evru samstarvið sigur, at hann væntar, at Grikkaland heldur gjørdar avtalur. Mynd Formenninir fyri Syriza og Óheftar grikkar bóru skjótt at í morgun og skipaðu nýggja stjórn í Grikkalandi eftir valið í gjár Í ovurmorgin koma Tryggingarfelagið Føroyar og Landsverk, ið varðir av almennum bygningum, at sýna skaðan, sum handilsskúlin á Kambsdali fekk í áarlopinum. Stórur áhugi er fyri telduspølum, og um vikuskiftið sluppu føroyskar eldsálir eisini at royna seg í GameJam. Bygningurin hjá Føroya Tele hýsti tiltakinum Vinnan skal hava størri frælsi at skipa fiskiskapin uttan politiska uppílegging. Men fiskirættindini skulu keypast frá landinum, heldur enn privatum, sigur formaðurin í Javnaðarflokkinum, nú andstøðan hevur fingið fundarboð frá samgonguni um fiskivinnunýskipanina. Føroya Arbeiðsgevarafelag stúrir fyri, at ætlaðu broytingarnar í lógini um trygging fyri arbeiðsskaðar fara at gera av við Vinnusjúkugrunnin og fara at krevja fleiri pengar frá arbeiðsgevarum til grunnin. Felagið mælir tí Vinnumálaráðnum frá at leggja lógaruppskotið fyri løgtingið, uttan at tað fyrst verður broytt. Harafturat er lógin so torskild, at vanlig fólk skilja hana ikki og fáa tí ikki brúkt lógina. Vanlig fólk eru ikki før fyri at kunna seg um sína rættarstøðu við at lesa lógina. Tað er óheppið, heldur Arbeiðsgevarafelagið, sum mælir Vinnumálaráðnum til at orða lógaruppskotið soleiðis, at fólk skilja lógina. Fimta streymslitið hjá SEV nú í januar var fyrr í morgun, tá Suðuroyggin misti streymin, skrivar heimasíðan hjá Suðuroyarportalinum á netinum, Suðurrás. Um hálvgum sekstíðina í morgun fór streymurin í Su uroynni og var burturi í útivið ein tíma ella so. Higartil í ár, nú 27 dagar eru farnir í árinum, er talan um fimta streymslitið. Vit sleppa ongantíð heilt undan streymsliti. Roynt verður av øllum alvi at fyribyrgja, at streymurin fer, segði Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, við Dag og viku í seinastu viku. SEV fer at broyta mannagongdir, so sleppast kann undan streymsliti, segði nevndarformaðurin í SEV, Jákup Suni Lauritsen, við útvarpið fyrr í vikuni. Tað er uppá tíðina at lønirnar lækka, sigur Terje Strøm, leiðandi búskaparfrøðingur í NyAnalyse, við Aftenbladet Tí tað er eingin meining í, at lønirnar í oljuvinnuni eru hækkaðar millum 5 og 8 prosentstig um árið, samstundis sum aðrar vinnur geva eina lønarhækking, sum er helvtina av tí. Terje Strøm heldur tað vera torført at lækka lønirnar munandi, tí inflasjónin er millum 2 og 2,5 prosentstig, og tí kunnu lønirnar ikki lækka alt ov nógv. Hann vísir á, at tað er ikki fyrr enn ein kreppa hóttir, at arbeiðsgevarar og fólk av álvara fara at tosa um støðuna. Búskaparfrøðingurin heldur, ein loysn hevði verið, at lønin í oljuvinnuni lækkaði 10 prosent, tað hevði steðgað fyri nógvum uppsagnum. Tað loysnina valdi norska deildin hjá kinesiska oljufelagnum, Cosl, stutt fyri jól. Har fóru 750 fólk 10 prosent niður í løn. Tað hevði við sær, at 100 starvsfelagar ikki vórðu sagdir úr starvi, og 35 lærlingar sluppu at halda fram í felagnum. Stjórin í Cosl, Jørgen Arnesen, sigur við blaðið, at fleiri fyritøkur hava spurt seg fyri hjá felagnum, hvussu farið varð fram. Fyritøkurnar, ið hava spurt seg fyri hjá Cosl, hava í umbúna at gera tað sama, fyri at sleppa undan at siga fólki úr starvi. Stjórin í Cosl sigur seg rokna við, at eingin lønarhækking verður, tá lønarsamráðingar vera í apríl. Ákærin í sakarmálinum ímóti skiparanum á ferðamannaskipinum, Costa Concordiu, krevur fongsulsrevsing í 26 ár. Tað kravið setti hann fram í dag, tá hann tók samanum sakarmálið, sum hevur vart í nakrar dagar. 54 ára gamli skiparin, Francesco Schettino, er ákærdur fyri at hava ábyrgdina av at skipið koppaði 13. januar í 2012, og fyri óviljað manndráp í 32 førum. Skiparin er eisini ákærdur fyri at vera farin av skipinum, hósat hann visti at nógv fólk vóru umborð, og fyri ikki at hava boðað myndugleikunum frá vanlukkuni, tá skipið tók botn. Francesco Schettino, skiparin, hevur logið fyri øllum, og hann hevur ongantíð tikið ábyrgdina av tí sum hendir. Tí eigur hann at verða dømdur at sita í 26 ár, segði ákærin. Undir sakarmálinum hevur skiparin sagt, at hann ikki boðaði myndugleikunum frá, tí hann væntaði at vindurin fór at trýsta skipið nærri landi. Av tí sama byrjaði bjargingararbeiðið seinni enn neyðugt, og skipið koppaði, áðrenn allir bjargingarbátarnir vórðu settir út. Skiparin hevur eisini sagt, at hann varð tveittur fyri borð, tá skipið koppaði, og at hann síðani varð tikin umborð í ein bjargingarbát. Tað var 13. januar í 2012 at Costa Concordia sigldi á land við italsku oynna, Giglio. 4.229 ferðafólk úr 70 ymiskum londum vóru umborð, tá Costa Concordia koppaði fyri trimum árum síðan. 32 av teimum druknaðu. Væntandi fellur dómur um hálvan februar, skriva italskir miðlar. Í útvarpsstovuna eru komin Sanna Klein lærari á handilsskúlanum á Kambsdali, sum hevur verið við einum flokki í Litavia Vilnius seinasta heyst. Miðnámsskúlanæmingar í Føroyum eru ikki nøgdir við útboðið av útbúgvingum í Føroyum, og teir kundu hugsað sær, at útboðið av útbúgvingum í Føroyum var størri og betri. Tað vísir ein spurnarkanning, sum handilsskúlin hevur gjørt. Onnur 43 prosent av teimum spurdu miðnámsskúlanæmingunum halda, at útboðið av útbúgvingum er miðal gott. Kanningin vísir eisini, at heili 80 prosent fegin vilja búgva í Føroyum eftir loknan lestur. Sum er flytir bert helvtin heim aftur eftir lokna útbúgving, vísir handilsskúlin á. Danska heilsumálaráðið, sum skal flyta 10 milliónir krónur til Føroyar og FarGen verkætlanina, hevur biðið um eina útgreining av løgfrøðiligu viðurskiftunum. Útgreiningin skal staðfesta, hvussu pengarnir skulu flytast og heimiðlast, og eina útgreining av lógarverkinum um genomlesing av føroyingum. Verkætlanin dregur tískil út. Genomlesing er eitt viðkvæmt evni. Donsku myndugleikarnir vilja helst tryggja sær, at lógarverkið er í lagi, áðrenn teir flyta peningin, sigur aðalstjórin í Heilsumálaráðnum við útvarpið. Innsavningin fer fram á heimasíðuni hjá Reya krossi. Sjey prosent av innkomna peninginum fara til umsiting restin fer óskerd til flóttafólkini. Leinkið til innsavningina hjá Jensinu Olsen er her Fyrstu vikuna, orðabøkurnar hjá Sprotanum vóru ókeypis at brúka, nýttu 14.568 fólk høvið, sigur Jonhard Mikkelsen, stjóri í Sprotanum, ið eigur og rekur orðabøkurnar, við kvf.fo. Umleið 2.000 fólk leitaðu í orðabókunum hjá Sprotanum, áðrenn orðabøkurnar vóru ókeypis hjá fólki at brúka. Talið er tvífaldað, og nú brúka 4.000 fólk orðabøkurnar hvønn dag. Greinin heldur fram niðanfyri. Tann nógv mest brúkta orðabókin, síðan tær vórðu ókeypis, er danskt føroyskt. Síðan kemur føroyskt føroyskt orðabókin, og henni á baki enskt føroyskt. Síðan er eitt týðiligt glopp niður til hinar. Meginparturin av fólkunum, ið leita í orðabókunum, búgva í Føroyum. 90 prosent av teimum, ið sláa orð upp í orðabókunum, búgva í Føroyum, sigur stjórin í Sprotanum. Restin av fólkunum, ið brúka orðabøkurnar á sprotin.fo, búgva í øðrum londum, sum til dømis í Kolumbia, Avstralia, Fraklandi, Turkalandi og Kekkia. Løgreglan í Føroyum leitar nú eftir vitnum, ið kunnu hjálpa løgregluni at fáa greiðu á, hvør tað var, ið lýsti eftir einum flogfari við einum lasara fyri viku síðan. Hendingin mikukvøldið í seinastu viku er so mikið álvarslig, at løgreglan fyri løtu síðan sendi út almenna áheitan á Facebook, har heitt verður á fólk um at siga frá, vita tey okkurt. Greinin heldur fram niðanfyri. Flogskiparafelag Føroya heitti í gjár á fólk um ikki at lýsa eftir flogførum við lasarum. Felagið sigur, flogskiparar kunnu missa sjónina eina løtu, og at flogskiparar eisini kunnu fáa varandi skaða á eyguni. Umfatandi bygnaðarbroytingar á dagstovnaøkinum merkja, at fýra økisleiðarar verða fyri dagstovnaøkið, meðan stovnsleiðararnir einans skulu vera fakligir leiðarar. Forkvinnan í Pedagogfelagnum, Maud Wang Hansen, er sera ónøgd við ætlaðu bygnaðarbroytingar. Hon heldur, leiðslan viknar á stovnunum, og at stovnsleiðarar missa ein part av ábyrgdini. Tað er fallið Vágs bóltfelag fyri bróstið, at Kappingarnvendin hjá Hondbóltssambandinum í gjárkvøldið avgjørdi at flyta seinnu hálvfinaluna frá mikukvøldinum til fríggjakvøldið. Samferðslan liggur lamin, skúlar eru stongdir og gøturnar eru manntómar nógva staðni, eftir at útivið ein metur av kava er komin niður í landnyrðingsøkinum í USA síðan mánakvøldið. Hóast eitt størt økið í landnyrðingsøkinum er rakt, er støðan kortini ringast í Boston, har mesti kavin er komin niður. Eisini New York er hart raktur, nú kavaódnin Juno ger um seg. Støðan er hættislig, sigur Andrew Coumo, guvernørur í New York, har myndugleikarnir hava lýst koyriforboð. Koyriforboðið varð kortini sett úr gildi aftur fyri løtu síðan. Amerikanarar kunnu kortini fegnsat um, at kavaódnin Juno skjótt er av, og at veðrið fer at batna. Veðurfrøðingar meta, at ódnin er av seinni í vikuni. Miðlar í New York skriva á netinum, at allar gøtur í býnum so at siga eru manntómar, eftir at 60 90 sentimetrar av kava eru komnir niður onkrastaðni í statinum New York. Myndugleikarnir í fleiri býum hava sent út áheitanir, har heitt verður á fólk um at halda seg innandura, nú kavaódnin Juno ger um seg í fleiri stórbýum í landnyrðingsøkinum. Herviliga kavaódnin, ið hevur rakt landnyrðingspartin í USA, er kortini ikki heilt so hervilig, sum miðlar hava boðað frá, síðan fyrsti kavin legðist mánadagin. Tað skal takast við einum ávísum fyrivarni, at landnyrðingsøkið í USA er so hart rakt, sum amerikanskir miðlar annars skriva, sigur ein føroyingur við portal.fo Kavaódnin er eitt flopp, tí tað bleiv ikki so ringt, sum fyrst varð mett, sigur Pætur í Skemmuni, ið býr í New Jersey, í samrøðu við Portalin í dag. Fýra fólk kundu hugsað sær at røkt embætið sum sóknarprestur í Norðoya vestara prestagjaldi, skrivar heimasíðan hjá føroysku fólkakirkjuni. Ætlanin er, at komandi sóknarpresturin tekur við kallinum 1. mars í ár ella so skjótt, sum til ber, sigur Jógvan Fríðriksson sambært heimasíðuni hjá fólkakirkjuni. Á skránni vóru krøvini, sum partarnir hava sett fram til nýggjan sáttmála, sum skal koma í gildi afturvirkandi frá 1. januar í ár. Partarnir fingu høvið at seta fram spurningar um krøvini og tosa um tey. Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, er tó fámæltur, meðan samráðingarnar eru. Hann sigur tó, at enn hava partarnir ikki gingið hart á hvønn annan, og hann vónar, at góður andi verður og at nakað skilagott kemur burturúr samráðingunum. Í dag eru 70 ár liðin, síðani russiskir hermenn, sum teir fyrstu av teimum sameindu, komu til týningarleguna Auschwitz og sóu ræðuleikan har. Bjarni Djurholm hevur bæði munnliga og skrivliga fleiri ferðir spurt bæði løgmann og landsstýrismannin í mentamálum um ein almennan Holocaust dag í Føroyum. Men seinnu árini hevur granskingin vundið nógv upp á seg, og í dag hava 15 granskingarverkætlanir sæð dagsins ljós á Landssjúkrahúsinum í samstarv við aðrar stovnar. Seks av teimum eru Ph.D verkætlanir. Upprunaliga skuldi seinna hálvfinalan í steypakappingini millum VB og Kyndil spælast mikukvøldið klokkan 20 00. Tað vildi Kyndil ikki, og síðani flutti kappingarnevndin dystin til fríggjakvøldið klokkan 20 00. VB helt ikki, at tað var rætt, og í kvøld hevur verið fundur í Hondbóltssambandinum. Á fundinum vóru Starvsnevndin hjá HSF, VB og Kyndil. Starvsnevndin hjá HSF ásannar, at dystarleggingin av øllum hálvfinalunum hevur verið óheppin, tí millum annað liðini hjá Kyndli skuldu spæla á hvør sínum stað samstundis. Avgerðin at leggja dystirnar á hendan hátt setti VB í eina óhepnu støðu, har felagið gjørdist partur av einum stríðsmáli, sum tað ongan lut átti í. Starvsnevndin er beinanvegin farin undir at endurskoða kappingarleistin fyri hálvfinalurnar í steypakappingini til næsta ár, so ein tílík støða ikki endurtekur seg. HSF tekur fulla ábyrgd av, at hendan støðan kom í, tí dystirnir áttu at verið lagdir betur. Vit takka VB og Kyndli fyri í sátt og semju at hava loyst hendan knútin hondbóltinum at frama. Vit í VB eru sera fegin um, at ein loysn er funnin á málinum, og at vit øll nú kunnu savna okkum um hondbóltin, sum vit elska so nógv. Nú gleða vit okkum bara til ein góðan dyst. Vit hava havt ein sera góðan fund í dag, har Kyndil, VB og HSF í besta sóma hava tosað seg til rættis, so málið kundi fáa ein enda. Vit hyggja nú frameftir í besta ítróttaranda og gleða okkum til dystin. Tað er bólkurin, sum er ímóti, at ein hitamiðstøð, sum brennur olju, verður bygd í grannalagnum í Klingruni í Hoyvík, stendur á Facebook síðuni hjá bólkinum, Vit fara ikki at brenna her . Tað merkir, at Fiskimálaráðið sum kærumyndugleiki ikki ger meir við kæruna frá eigarafeløgunum. Fjarhitafelagið arbeiðir við øðrum loysnum, sum ikki umfata oljufýrdar ketlar í hitamiðstøðini í Klingruni, skrivar bólkurin á Facebook. Tað var í fjør, at eigarafeløgini inni á Gøtu og í Hoyvíkshaganum savnaðu inn undirskriftir at mótmæla hitamiðstøðini, sum Fjarhitafelagið ætlaði at byggja í grannalagnum. Tá Dátueftirlitið gjørdi vart við, at Vága Floghavn ikki uttan nakra lógarheimild kann skráseta bilar, sum brúka bilplássið við flogvøllin, noyddist Vinnumálaráðið at gera eina lóg um tað. Lógin er sera stutt, hon sigur bara, at P F Vága Floghavn hevur rætt uttan viðurlag at fáa upplýsingar frá Akstovuni um brúkarar og ánarar av akførum við tí endamáli, at krevja inngjald fyri nýtslu av parkeringarøkinum hjá P F Vága Floghavn. Uppskotið er til hoyringar í løtuni. Vága Floghavn hevur gjørt eina skipan sum ta ið undirsjóvartunlarnir hava. Myndir verða tiknar av nummarplátuni á bilum, sum brúka bilplássið. Vága Floghavn fær síðani at vita frá Akstovuni, hvør eigur bilin, og so verður rokning send. Skipanin hjá Akstovuni og skipanin hjá Vága Floghavn hava verið samanknýttar síðan juni í fjør. Men Dátueftirlitið hevur staðfest, at sambært persónsupplýsingarlógini skal P F Vága Floghavn hava heimild í lóg fyri at seta nýggju parkeringarskipanina í gildi, tí upplýsingar í henni verða samankoyrdar við upplýsingar hjá Akstovuni. Til ber at fáa meira fyri minni á Sundi, halda tjóðveldisfólkini í Tórshavnar býráði, Jógvan Arge, Marin Katrina Frýdal og Jákup Dam. Tey skjóta upp at kanna um nýggja góðshavnin kann byggjast á Sundi, áðrenn hildið verður fram at fyrireika byggingina í Havn. Tey vísa eisini á, at ikki er kannað yvirhøvur, um til ber at byggja góðshavn aðra staðni í Tórshavnar kommunu enn uttan fyri Skansan í Havn. Tjóðveldi hevur fingið gjørt eitt leysligt uppskot um góðshavn á Sundi. Sambært uppskotinum skal byggjast frá bryggjuni á Sundi eystur móti Kallanesi, tað er út eftir Kaldbaksfirði. Flokkurin sigur, at fyri 300 400 milliónir krónur ber til at fáa úr 900 upp í 1400 metrar atløgubryggju í staðin fyri 700 metrar fyri 450 milliónir, sum eru tølini í ætlanini at útbyggja Skansabryggjuna. Havnarbyggingarmálið verður viðgjørt í býráðnum í Havn í annaðkvøld. Meirilutin í býráðnum skjýtur upp, at býráðið alt fyri eitt samtykkir at taka undir við byggiskránni fyri at útbyggja Eystara havnarøki og Skansabryggjuna. Ert tú omanfyri 18 ár og ikki hevur drúgvar sangroyndir, ja so er at melda seg til nýggja Morgunkórið , sum Sigrið Sivertsen skal leiða. Morgunkórið er ein verkætlan, ið tekur 12 vikur, og vant verður einaferð um vikuna. Eftir 12 vikum verður endað við eini framførslu, har úrslitið verður avdúkað. Morgunsendingin fer at fylgja kórinum í hetta tíðarskeiðið, so tí er gott um fólk ikki ræðast eina mikrofon. Vit leita eftir fólki úr øllum landinum, so hóast at venjingin er sett at vera klokkan19 21 mánakvøld, so verður hon flutt til 18.30 20.30, um suðuroyingar melda seg til. Soleiðis gert tú Send eitt teldubræv. Skriva okkum tvær reglur um teg og hví tú hevur hug at vera við. Minst til at skriva navn, aldur og bústað í teldubrævið. Hoyr samrøðuna við kórleiðaran Sigrið Sivertsen omanfyri. Eftir at hava gjørt kanningar av ymsum slag í økinum, sum felagið fekk tillutað í seinastu útbjóðing, er felagið komið eftir, at einki er at fara eftir í loyvinum eystan fyri Ísland. Nils Sørensen, stjóri, at kanningarnar, sum felagið hevur gjørt av undirgrundini í loyvinum, vísa, at møguleikarnir fyri at olja ella gass kunnu vera tilstaðar, eru so gott sum ongir. Hetta tí at loyvið liggur í einum jarðfrøðiligum øki, har olja ikki kann verða goymd, staðfesta kanningarnar. Við avgerðini at gevast við oljuleitingini í Íslandi, hevur Faroe Petroleum nú heilt slept Norðuratlantshavi. Granatin stavar frá seinna veraldarbardaga, sigur stýrið fyri tilbúgvingina á Bornholm við Ritzau. G ranatin er umleið hálvan metur long og vigar 80 kilo. Í hesum tíðum er tað langt millum, at skip fáa sinnopsgass í trolið. Men í 1990 unum hendi tað javnan, vísa donsk hagtøl, upp í 100 ferðir um árið, og stundum fekk manningin skaða. Báturin kom inn í Nexø havn í gjárkvøldið. Tilbúgvingarstýrið hevur tikið á seg uppgávuna at reinsa deksbátin, trolið, fiskakassar og annað. Minuhermenn frá donsku verjuni eru boðsendir, og teir hava staðfest, at talan er um týska bumbu við sinnopsgassi. Danska fiskiveiðieftirlitið er eisini boðsent. Eftir seinna veraldarbardaga tveitti Sovjetsamveldið stórar nøgdir av evnafrøðiligum vápnum niður á 100 metrar dýpi eystanfyri Bornholm, skrivar Ritzau. Hon var blivin troytt av gerandisdegnum í Føroyum, vildi sleppa úr tryggu kørmunum og royna nýggjar avbjóðingar. Og so hevði hon altíð havt ein dreym um at sleppa uttanlands at ganga á listaskúla. Tá eg fekk at vita, at eg var sloppin inn á skúlan, bleiv eg í fyrstu syftu fjálturstungin og hugsaði, hvat tað var, eg hevði rótað meg útí. Men eg hugsaði samstundis, at nú var møguleikin at sleppa til ein fantastiskan bý og samstundis fáast við list endiliga til staðar, so sjálvandi fór eg avstað, sigur Katrin í Gongini. Í Vegamótinum greiðir Katrin í Gongini millum annað frá, hvussu tað var at fara aftur á skúlabonk sum 66 ára gomul, og hvussu tað var at vera einsamøll í einum stórbýi. Eisini greiðir hon frá ávísar upplivingum, hon hevur frá tíðarskeiðinum í Barcelona. Knút Vesturdal hevur altíð verið uppi í Eiðis Bóltfelag. Spældi fyrst vetrarfótbólt í Eysturoynni, og fór at spæla hondbólt, tá Sølvi Jespersen og Petur Reinert komu til Eiðis. Vunnu meistaraskap í 2. deild og fluttu vøllin av Mølini til nýggja skúlan, sum kom í 1965. Knútur varð valdur í kommunustýrið í 1963 og sat har í 24 ár tilsamans. Tað hevði týdning fyri gongdina í fólkatalinum í bygdini, at Loranstøðin kom, vegirnir í grannalagnum gjørdir og flakavirkið Norðís stovnað. Eiðismenn fingu sær ein rættiligan flota og bygdu rættiliga havnarlag. Í dag er Eiðis Kommuna væl útgjørd, men helst kundu arbeiðsplássini verið fleiri. Avlopið hjá Apple í seinasta ársfjórðinginum í 2014 var 18 milliardir dollarar, ella 119 miliardir krónur. Umsetningurin var 74,6 milliardir dollarar, ella 491 milliardir krónur. Undan Apple hevði russiska olju og gassfelagið Gazprom metið sum tann fyritøkan, ið hevur havt størsta avlopið í einum fjórðingsári. Tað var 16,2 milliardir dollarar, ella 107 milliardir krónur. Jólasølan av nýggju iPhone telefonunum er høvuðsorsøkin til góða úrslitið hjá Apple. Seldar vórðu 74,5 milliónir iPhone, og tað er eisini met hjá Apple. Umleið 65 prosent av øllum umsetninginum hjá Apple er í Kina. Góðu tíðindini ávirka eisini partabrævið í Apple, sum er vaksið fimm prosent í virði í USA. Mánadagin skal ein maður í 30 árunum í rættin ákærdur fyri millum annað blygdanarskemd. Tað var 8. november í 2012, at maðurin fjaldi eitt myndatól í eini klokku, sum hann hongdi upp undir loftið í einum av sólrúmunum í eini sólmiðstøð í Havn. Eigarin varnaðist klokkuna, og vakmyndatólið, sum hekk í gongini, hevði tikið mynd av gerningsmanninum. Sambært eigaranum av sólmiðstøðini hekk fjalda myndatólið uppi í tveir tímar, áðrenn tað varð uppdagað. Maðurin er eisini ákærdur fyri at hava stolið eina berbara teldu og fýra harðdiskar, og fyri at hava stolið 4000 atgongumerki á 100 krónur til eitt dansistað í Havn. Harumframt er ákærdi maðurin skuldsettur fyri brot á løgtingslóg um dopingevni. Sambært ákæruvaldinum, hevði maðurin 12 sløg av ólógligum dopingevnum heima við hús. Heilsumálaráðið ætlar, at peningurin, ið skal sparast á Landssjúkrahúsinum, millum annað skal finnast við lægri útgjaldi til heilsutrygdarveitingar. Sum liður í ætlanini hjá Jørgeni Niclasen, fíggjarmálaráðharra, um at einki hall skal verða á fíggjarlógini í 2016, var upprunaliga ætlanin at spara 32 milliónir krónur í heilsuverkinum í 2015 og 2016 umleið 16 milliónir hvørt árið. Politiska viðgerðin av fíggjarlógini fyri 2015, er tó endað við at samlaðu sparingarnar eru niðri á umleiðs 6 milliónum krónum, ístaðin fyri 16 milliónur krónur í 2015. Ætlaðu sparingarnar, sum kortini ikki bliva til nakað, eru millum annað tær 10 milliónurnar, sum heilsuverkið metti at spara í samband við, at 15 búfólk skuldu flyta út av psykiariska deplinum í 2015. Av hesum 10 milliónunum, hevur landsstýrismaðurin í heilsumálum valt at goyma 3,5 milliónir krónur til aðrar raðfestingar innan heilsuverkið. Tær 10 milliónirnar í sparingum blivu sostatt til 6,5 milliónur krónur. Somuleiðis verða sparingar fyri 5 milliónir krónur undir heitinum Økt sparikrav , sum ikki er nærri lýst, strikaður. Harumframt fekk Landssjúkrahúsið játtað 8,4 milliónir krónur eyka til raksturin tá fíggjarlógin varð samtykt. Tær sparingar, sum framhaldandi skulu fremjast, eru millum annað tvær milliónir krónur á kontuni til heilsutrygdarveitingar. Tvær milliónir hevur landsstýrismaðurin í heilsumálum sjálvur biðið um at fingið fluttar til landssjúkrahúsið, og tvær av teimum hevur køgtingsins fíggjarnevnd av sínum eintingum skarvað av. Heilsutrygdarveitingar, eru millum annað veitingarnar frá Heilsutrygd, í samband við, at tú skalt til lækna, og eru lógarbundnar. Tað vil siga, at vísir tað seg, at ov lítið er sett av til heilsutrygdarveitingar, má landsstýrismaðurin í tingið at biða um eykajáttan. Aðrar sparingar, sum skulu fremjast, skulu finnast í Ílegusavninum, sum í størri mun skal verða eginfíggjað. Ílegusavnið skal vinna 250.000 krónur um árið, sum granskingarverkætlanir skulu gjalda fyri tilfar og tænastur. Ætlaðu sparingarnar fyri 2016 eru ikki viðgjørdar politiskt enn, og tað ber tískil ikki til at siga við vissu, um tær verða framdar í verki. Í spariætlanunum fyri 2016 eru tó enn 14,4 milliónir av 16 sambært heilsumálaráðnum sjálvum ikki útgreinaðar í nøkrum ítøkiligum spari tiltøkum, men eru at finna undir yvirskipaðu yvirskriftunum Umlegging í heilsuverkinum og Økt sparikrav . Heilsumálaráðið ætlar, at peningurin, ið skal sparast á Landssjúkrahúsinum, millum annað skal finnast við lægri útgjaldi til heilsutrygdarveitingar. Sum liður í ætlanini hjá Jørgeni Niclasen, fíggjarmálaráðharra, um at einki hall skal verða á fíggjarlógini í 2016, var upprunaliga ætlanin at spara 32 milliónir krónur í heilsuverkinum í 2015 og 2016 umleið 16 milliónir hvørt árið. Politiska viðgerðin av fíggjarlógini fyri 2015, er tó endað við at samlaðu sparingarnar eru niðri á umleið 6 milliónum krónum, ístaðin fyri 16 milliónur krónur í 2015. Ætlaðu sparingarnar, sum kortini ikki bliva til nakað, eru millum annað tær 10 milliónurnar, sum heilsuverkið metti at spara í samband við, at 15 búfólk skuldu flyta út av psykiariska deplinum í 2015. Av hesum 10 milliónunum, hevur landsstýrismaðurin í heilsumálum valt at goyma 3,5 milliónir krónur til aðrar raðfestingar innan heilsuverkið. Tær 10 milliónirnar í sparingum blivu sostatt til 6,5 milliónir krónur. Somuleiðis verða sparingar fyri 5 milliónir krónur undir heitinum Økt sparikrav , sum ikki er nærri lýst, strikaður. Harumframt fekk Landssjúkrahúsið játtað 8,4 milliónir krónur eyka til raksturin tá fíggjarlógin varð samtykt. Tær sparingar, sum framhaldandi skulu fremjast, eru millum annað tvær milliónir krónur á kontuni til heilsutrygdarveitingar. Tvær milliónir hevur landsstýrismaðurin í heilsumálum sjálvur biðið um at fingið fluttar til landssjúkrahúsið, og tvær av teimum hevur køgtingsins fíggjarnevnd av sínum eintingum skarvað av. Heilsutrygdarveitingar, eru millum annað veitingarnar frá Heilsutrygd, í samband við, at tú skalt til lækna, og eru lógarbundnar. Tað vil siga, at vísir tað seg, at ov lítið er sett av til heilsutrygdarveitingar, má landsstýrismaðurin í tingið at biða um eykajáttan. Aðrar sparingar, sum skulu fremjast, skulu finnast í Ílegusavninum, sum í størri mun skal verða eginfíggjað. Ílegusavnið skal vinna 250.000 krónur um árið, sum granskingarverkætlanir skulu gjalda fyri tilfar og tænastur. Ætlaðu sparingarnar fyri 2016 eru ikki viðgjørdar politiskt enn, og tað ber tískil ikki til at siga við vissu, um tær verða framdar í verki. Í spariætlanunum fyri 2016 eru tó enn 14,4 milliónir av 16 sambært heilsumálaráðnum sjálvum ikki útgreinaðar í nøkrum ítøkiligum spari tiltøkum, men eru at finna undir yvirskipaðu yvirskriftunum Umlegging í heilsuverkinum og Økt sparikrav . Norska stjórnin ynskir at tað skal gerast lættari hjá arbeiðsgevarum at seta fólk í tíðaravmarkað størv. Verkfallið er lýst at vera frá klokkan 14 til 16. Samstundis vera stórar mótmælisgongur um alt Noreg. Verkfallið rakar eisini norsku oljuframleiðsluna, tí millum annað eru allir 60.000 limirnir í Industri Energi tiknir út í verkfall. Christopher Birknes, skrivari í Industri Energi, sigur við Stavanger Aftenblad, at tey fara í verkfall fyri at mótmæla. Tað verður gjørt, tí lógarbroytingin kemur at raka trygdarviðurskiftini á boripallunum. Av teimum 60.000 limunum í Industri energi, eru 15.000 umborð á boripallum. Boripallar hjá millum annað BP, ConocoPhillips og Statoil verða raktir av verkfallinum. Birknes vísir á at hetta ikki er eitt verkfall sum er meint at raka arbeiðsgevaran, men politisku leiðsluna í Noregi. Ein serfrøðinganevnd, sum formansskapurin í Løgtinginum í 2010 setti at endurskoða valskipanina, arbeiddi millum annað við møguleikanum, at fólk velja bæði lokal og landspolitisk valevni. Hetta skal bæði tryggja lokalu økjunum umboðan í løgtinginum, samstundis sum veljarin fær møguleika at velja valevnir uttan fyri gomlu valdømini. Eitt spurnarumfar, sum Norðlýsið hevur gjørt millum løgtingsfólk seinastu dagarnar, vísir, at meirilutin av løgtingslimum halda, at føroyar ikki longur eiga at vera eitt valdømi. Men tað er kortini ikki meiriluti fyri at venda aftur til gomlu skipanina við sjey valdømum. Í 1999 vóru umboð fyri Brøðrasamkomurnar í Albania við hjálp, sum føroyingar høvdu latið til flóttafólkini úr Kosovo. Sjónvarpið var við, og Bogi Godtfred gjørdi eina ferðafrásøgn, sum vit vísa aftur í kvøld. Ferðalagið var fimm dagar í Albanska býnum Elbasan, miðskeiðis í landinum, 40 kilometrar sunnanfyri høvuðsstaðin Tirana. Har var hjálpin latin amerikanska trúboðaranum Ron Young og samkomuni í Elbasan at umsita og býta út. Serstakt loyvi til hjálpararbeiði krevst í Albania, og tað hevur Ron Young, so han stendur fyri móttøkuni av nógvari hjálp, ikki bert úr Føroyum, men eisini úr øðrum londum. Ron Young og samkoman í Elbasan hava ábyrgdina av eini flóttafólkalegu uttan fyri býin við 2.000 fólkum. Og myndugleikarnir hava biðið tey um at taka ímóti nógv fleiri. Harumframt fer hjálpin til aðrar flóttafólkalegur kring býin. Men eisini inni í sjálvum býnum eru nógv flóttafólk, og talið veksur, so hvørt sum myndugleikarnir royna at flyta fólk suðureftir frá markinum har norðuri, tí ótti er fyri serbiskum álopum úr Kosovo og inn í Albania. Í Elbasan hava fólk eins og í øðrum býum tikið flóttafólk inn til sín at búgva. Men frammanundan eru húskini illa fyri, og tey hava ikki fingið ta hjálp frá myndugleikunum, sum teimum varð lovað. Flóttafólkini eru í vanda fyri at vera koyrd ádyr aftur, og tí verður stórur dentur lagdur á eisini at hjálpa í sjálvum býnum, sum telur 100.000 fólk og 10.000 flóttafólk. Lagt til rættis Bogi Godtfred. Reimund Langgaard er ósamdur við teir løgtingslimir, sum vilja aftur til fleiri valdømi. Eftir hansara tykki fær skipanin við einum valdømi skyldina fyri nógv, sum hon als ikki hevur ábyrgdina av. Bjarni Djurholm vil hava skipanina broytta til fleiri valdømi. Verandi skipan máar støðið undan lokala politiska arbeiðinum, ger politikarar sjálvsøknar og ger tað dýrt at føra valstríð, sigur hann. Eyðgunn Samuelsen heldur, at skulu vit tryggja lokalu umboðanina, mugu vit eisini tryggja umboðanina hjá kvinnum í tinginum. Hoyr Reimund, Bjarna og Eyðgunn kjakast um valskipan í Radaranum. Ein tann mest brúkti heilivágurin í Føroyum fyri bløðrubruna hjá kvinnum, Sulfa, virkar ikki sum hann skal. Tað vísir kanning hjá granskaranum, Maritu Debes Magnussen. Bakteriurnar eru vorðnar mótstøðuførar móti heilivágnum, og hetta ger, at umleið 40 av kvinnunum, sum brúka Sulfa, noyðast aftur til lækna eftir heilivági. Vit mangla ein antibiotikapolitikk í Føroyum, heldur granskarin. Tað verða VÍF og Neistin, sum skulu spæla steypafinaluna hjá monnum. Neistin vann 20 18 á H71 í Høllini í Hoyvík. Hálvleiksstøðan var 10 9 til Neistan. Í Vestmanna var eingin ivi. Fyrri hálvleikur var javnur, 15 14 til VÍF, men í seinna hálvleiki var VÍF greitt omaná. VÍF vann við níggju málum, 32 23. Í Vági spæla VB og Kyndil. Dysturin byrjar klokkan 20 00. Útvarpið fer at siga beinleiðis frá dystinum millum VÍF og Neistan. Fylgt verður eisini við dystinum í Vági. Umhvørvisstovan hevur umhvørvisgóðkent uppsjóvarvirkið Pelagos í Fuglafirði, sum tekur ímóti makreli, sild, svartkjafti, lodnu og gulllaksi frá skipum við kølitangum og kølibingjum. Virkið kann taka ímóti 1200 tonsum av um samdøgrið, men virkið hevur møguleika at taka ímóti 2.000 tonsum. Pelagos arbeiðir fiskin undan so hvørt, hann kemur í land, annaðhvørt hann verður frystur heilur ella skorin til flak. Møguleiki er eisini at avskipa fesk fløk. Umhvørvisstovan sigur, at í málsviðgerðini hevur serligur dentur verið lagdur á at fyribyrgja og avmarka, at hav og luft verða dálkað, at avmarka heilsuskaðar og ampa av óljóði, royki, lukti og øðrum. Dentur hevur eisini verið lagdur á, at virkið brúkar bestu tøknina til framleiðsluna og at reinsa útlát, at tað hevur innaneftirlit og mannagongdir at fyribyrgja óhapp. Freistin at kæra umhvørvisgóðkenningina av Pelagos er 26. februar. Ein almenn svimjihøll í svenska býnum, Sundbyberg, er tann fyrsta í Svøríki, ið er góðkend til samkynd fólk, siga talsfólk hjá kommununi, sambært tíðindastovuni, Associated Press. Í svimjihøllini eru nú trý skiftingarrúm. Samkynd fólk hava fingið sítt egna skiftingarrúm, ið eisini kann brúkast av fólki, ið vilja skifta einsamøll av persónligum orsøkum, til dømis trúarorsøkum ella tí tey bera brek. Í triðja skiftingarrúminum, ið er gjørt í høllini, sleppur bert eitt fólk inn í senn. Útivið 43.000 fólk búgva í svenska býnum, Sundbyberg , har svimjihøllin letur upp um vikuskiftið. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í landbúnaðarmálum, fer fríggjadagin í næstu viku at leggja fram frágreiðing um einskiljing. Tann frágreiðingin verður grundarlagið undir aðalorðaskiftinum. Tað elvdi til nakað av rumbli í samgonguni, tá Jacob Vestergaard í fjør segði seg ætla at koma í løgtingið við lógaruppskoti um at einskilja landsjørðina nú í vár. Bæði løgmaður og annar tingmaður Miðfloksins, Bill Justinussen, søgdu tá, at eingin landsjørð verður seld og einskild í hesari tingsetuni og neyvan heldur í hesum valskeiðinum. Jacob Vestergaard svaraði, at hann í oktober í 2013 fekk undirtøku frá landsstýrinum fyri at arbeiða víðari við málinum um at einskilja, almennu jørðina. Fyrsta stigið í arbeiðinum var at lýsa málið neyvt og ítøkiliga. Og tað gjørdi ein arbeiðsbólkur. Arbeiðsbólkurin segði millum annað, at einki er til hindurs fyri at einskilja tað mesta av landsjørðini, tá lógarheimildin er fingin til tess. Jacob Vestergaard, sum er fyri at einskilja, segði eisini í fjør, at fekk hann undirtøku frá landsstýrinum, fór hann at leggja fram lógaruppskot um at einskilja landsjørðina fyri løgtingið á vári 2015. Glykogen goymlubrek er ein livrasjúka sum er nógv meira vanlig her í Føroyum enn aðrastaðni. Hóast børn eru fødd við hesi sjúku langt aftur í tíðina, so var tað ikki fyrrenn í 1995 at týski barnalæknin Ulrike Steuerwald greinaði hana og tey sum vóru sjúk komu í viðgerð 72 føroyskir miðnámsskúlanæmingar ætla sær at lesa til lækna. Tað vísir kanningin, sum Føroya Handilsskúli gjørdi. 14,5 prosent svaraðu læknavísindi og 12,5 prosent, 62 næmingar, svaraðu búskaparfrøði. Náttúruvísindi eru á triðja plássi við 8,7 prosentum. Tey, sum gjørdu kanningina, halda tað vera løgið, at bara átta næmingar valdu sjóvinnu og 12 teldufrøði. Humaniora og mál tykjast heldur ikki hava tann stóra áhugan hjá teimum ungu í Føroyum. Men 36,8 prosent hava ikki tikið støðu ella ætla sær at lesa okkurt annað enn teir møguleikar, sum vórðu nevndir í spurnarblaðnum, sum 495 miðnámsskúlanæmingar svaraðu. Hóast nógv longu hava avgjørt, hvat yrki, tey kunnu hugsa sær, hevur tann størra helvtin, 58 prosent, ikki avgjørt, júst hvørjari útbúgving, tey ætla sær eftir. Og tí hava tey flestu eisini hug at bíða eitt ár ella meira, áðrenn tey halda fram eftir miðnámsskúlan. Bara góð 26 prosent ætla sær at halda fram alt fyri eitt. Undirtøkan fyri kanningini hjá Føroya Handilsskúla var óvanliga góð, bara átta av teimum spurdu svaraðu ikki. Hvussu fótar man sær eftir sjúku og hvørji tilboð og møguleikar eru fyri tey við skerdum førleikum, orsakað av eitt nú sálarsjúku. Sinnisbati skipar í kvøld fyri fundi um hvussu ein fótar sær eftir sjúku. Tað sigur granskarin, Marita Debess Magnussen, sum er medisinskur mikrobiologur og Ph.D lesandi. Hon hevur kannað mótstøðuførið hjá bakterium í Føroyum. Sulfa er ein tann mest brúkti heilivágurin fyri bløðrubruna. Men 40 prosent av kvinnunum, sum fáa Sulfa, noyðast aftur til læknan, tí heilivágurin virkar ikki, sigur Marita Debess Magnussen. Hon heldur, myndugleikarnir í Føroyum áttu at sett í verk ein antibiotika politikk, soleiðis at tað var eitt skipað eftirlit við antibiotika mótstøðuføri hjá bakterium. Um tað er ein mynd, ein skulpturur ella okkurt heilt annað er púra opið. Alt er loyvt. Tá verkið er liðugt, skal tað avmyndast og myndin sendast til morgunsendingina. Teldupostbústaðurin er her. Hin møguleikin er at leggja myndina á facebookvangan hjá Góðan morgun Føroyar. Evsta mark er mánadagin á middegi. Kinna Poulsen sigur sína hugsan um innkomnu verkini hósmorgunin. Hóast teir nú ikki byggja eins nógv hús sum í áttatiárunum, tá teir okkurt árið komu upp á hálvthundrað hús, hava teir framvegis úr at gera og síggja ljóst uppá framtíðina. Charles Townes fekk í 1964 Nobelheiðurslønina í alisfrøði fyri uppfinnigina, sum førdi til frambrotið í sambandi við telesamskifti, stjørnufrøði og heilivág. Í dag verður lasari nýttur til millum annað at skera í stál, skurviðgerð í mannakroppum og til at fanga tey, sum koyra ov skjótt á vegum kring allan heim. Charles Towns var føddur í South Carolina, og hevur áður greitt frá, at hugskotið við at skapa reina og há frekventa ljósstrálu við stuttari bylgjulongd kom til hansara, tá hann sat á einum beinki í eini viðarlund í Washington í 1951. Í 1954 gjørdi hann, saman við lesandi, eina skipan, sum tey nevndu maser . Seinni fekk hann, saman við einum verbróðri, Arthur Schawlow, hugskotið til tað, sum í dag eitur lasari. Tó skal sigast, at tað var vísundamaðurin, Theodore Maiman, sum í 1960 var fyrstur at vísa, hvussu ein lasari virkar. Tey báðir russararnir, sum Charles Towns fekk Nobelprísin saman við, mentu teirra egna maser sjálvir, uttan hjálp frá amerikanaranum. Árið í fjør hilnaðist væl hjá Býarbókasavninum í Havn. Talið av vitjanum er tað hægsta nakrantíð, og fleiri lántu bøkur, enn fyrr. Tað vísir ársfrágreiðingini hjá býarbókasavninum. Men talið av siðbundnum bókaútlánum hevur verið lækkandi síðstu árini. Hetta er ein gongd, sum eisini sæst í øðrum londum, og sum ber boð um, at bókasavnsvanarnir eru í broyting. Samstundis er talið av teimum, sum læntu tilfar í fjør vaksið við 12 prosentum. Ein orsøk er helst, at Býarbókasavnið í fjør vár fór undir at læna út e bøkur, ljóðbøkur, filmar og annað tilfar á netinum. Býarbókasavninum bjóðaði í fjør fram fleiri mentanartænastur. Eitt nú vóru rithøvundatiltøk við upplestri og samrøðum, lesiringakvøld við 4 6 lesiringum hvørja ferð, skapandi tiltøk fyri bæði børn og vaksin, listaframsýningar við føroyskum listafólkum, bindikaf ir við fyrilestrum, umframt smærri bókaframsýningar og útgávutiltøk. Í fjør vóru um 119.000 skrásettar vitjanir, ella umleið 400 um dagin. Sambært frágreiðingini, er talið av vitjandi støðugt verið vaksandi, síðan hæddin út móti gongugøtuni varð tikin í nýtslu sum partur av Býarbókasavninum í 2011. Býarbókasavnið samstarvar við tey 11 skúlabókasøvnini í Tórshavnar kommunu um bókasavnstænastu. Skúlabókasøvnini hava í fleiri ár havt vøkstur í útlánstalinum samanlagt, og soleiðis varð eisini í fjør. Dómur fellur mánadagin í sonevnda grannskoðaramálinum. Rættarfundir hava verið í Føroya Rætti síðan mánadagin, og síðsti rættarfundur er í dag í sonevnda grannskoðaramálinum. Tríggir av grannskoðarunum, sum mistu løggildingina, hava stevnt løgmanni, við kravi um, at avgerðin hjá honum at taka løggildingina aftur, verður ógildað. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, staðfesti tann 21. februar í 2012 avgerðina hjá Skráseting Føroya um at taka aftur løggildingina hjá níggju granskoðarunum í grannskoðaramálinum. Orsøkin var, at grannskoðararnir ikki høvdu kravdu próvtøkuna fyri at fáa løggilding. Grannskoðararnir hava tó fingið trý ár til at klára kravdu royndina. Grannskoðararnir gjørdu í februar í 2012 av at leggja málið fyri rættin, so málið hevur verið ávegis í trý ár. Av fyrstan tíð var ætlanin at fara beinleiðis í landsrættin við málinum, tí málið er serligt, og tí kann tað enda í hægstarætti. Men tað vildi Løgmansskrivstovan ikki ganga við til, málið skal fyrst fyri í Føroya rætti. Men har verður eingin olja. Oljuparturin verður fluttur inn á Hjalla ella Sund, sigur Karl A. Olsen, nevndarformaður í P f Fjarhitafelagnum. Gjáramorgunin klokkan 8 54, fekk politiið fráboðan um, at innbrot hevði verið í einum matvøruhandli í Havn. Kanningar á staðnum vístu, at innbrotið varð framt umleið klokkan hálvgum trý fyrranáttina. Tjóvarnir høvdu stolið 12.000 kónur og umleið fimm túsund sigarettir. Vakmyndatól í handlinum vísti, at talan var um tveir persónar, ið høvdu framt innbrotið. Umleið klokkan tvey í nátt steðgaði løgreglan einum bili við trimum fólkum í. Politistarnir fingu skjótt illgruna um, at hetta møguliga var talan um tjóvarnar og tóku tveir 18 ára gamlar menn við á politistøðina til nærri avhoyringar. Teir viðgingu seg sekar og greiddu frá hvar teir høvdu goymt pengarnar og sigarettirnar og eftir eina húsarannsókn hjá teimum báðum fann politiið nakað av tjóvagóðsinum. Ein kassi við sigarettum og pengum, sum teir høvdu goymt aðrastaðni bleiv eisini funnin, og sostatt er nærum alt tjóvagóðsið funnið aftur. Teir báðir mennirnir eru avhoyrdir og skuldsettir fyri innbrotið og eru leyslatnir. Teir vóru ikki kendir av politinum frammanundan. Ætlanin er at bjóða út arbeiðið at útbyggja havnalagið undir Skansanum í ár, sæst í skránni fyri býráðsfundin í kvøld. Har verður víst á, at um arbeiðið skal bjóðast út í ár, so má projekteringin byrja nú. Uppskot til avtalu um projektering er gjørt við Landsbyggifelagið, so arbeiðið kann bjóðast út í innbodnari lisitatión. Tí verður mælt til at játta 6 milliónir krónur til projektering og forkanningar. Tjóðveldi tekur ikki undir við ætlanini, sum er, men mælir til at kanna aðrar møguleikar fyri at víðka góðshavnina, millum annað á Sundi. Fyrsta sending, ið er skránni mánakvøldið 2. februar klokkan 19 25, er um avleiðingarnar av, at Føroyar í 2010 fingu eina nýggja milliarda inntøku, tá Føroyar ásettu sær eina størri makrelkvotu. Jenny Petersen, sum heldur fram sum leiðari á Tjóðpalli Føroya í nýtt fimm ára skeið, hevur fleiri spennandi verkætlanir í umbúna fyri 2015. Vit spyrja eisini um tað hevur tyngt hana, at summi vilja hava annan leiðara á Tjóðpallinum. Kinna Poulsen lýsir myndlistamannin Torbjørn Olsen, sum hevur fingið Mentanarvirðisløn Landsins, og Sunleif lýsir kórleiðaran og tónaskaldið Paula í Sandagerði, sum nú fylti 60. Lurtari undrast yvir, hvussu nógv snildfonirnar fylla í skúladegnum hjá børnum, ein annar lurtari heldur, at fólk eru farin at gera ov nógv av við at dyrka sorgir, ein triði lurtari vil hava panelið at siga sær, um hon er fyri sálarligum harðskapi og seinasti spurningurin í dag snýr seg um kvinnuna, sum troyttast av eini dominerandi svigarindu. Gestir hesaferð eru Halleluja Sofus, Marjun í Kálvalíð og Andras Sólstein. Hon er seinasti sjúklingurin, ið er eftir av teimum, ið vórðu send niður á statshospitalið í Nykøbing á Sælandi, og sum komu heimaftur. Tað sigur Sólvá Patursson, fyrrverandi bóndakona á Kirkjubøgarði. Hon hevur ávarað um støðuna, men enn hevur eingin tikið hana í álvara. Í sendingini hitta vit teknaran Høgna Jarleiv Mohr, sum býr og arbeiðir í Berlin. Hann hevur ment seg til ein eftirspurdan teknara, sum millum annað teknar myndir til amerikonsk telduspøl. Eisini hoyra vit um sálmayrkjaran Sólrun Michelsen. Hon skrivaði ikki sálmarnar við utgávu fyri eygað. Heldur var talan um at seta orð á nakrar kenslur. Í dag eru átta av hennara sálmum við í ískoytinum til sálmabókina. Eisini fara vit við arkitekti vestur á flogvøllin og ummæla nýggju floghavnina, sum so nógvir føroyingar hava so nógvar meiningar um. Lagt til rættis Levi Hanssen og Ivan Hentze Niclasen. Seinna hálvfinalan varð veruliga ikki avgjørt fyrr enn í evstu løtu. Dysturin endaði 18 19 til Kyndil og Kyndil var eisini á odda 10 12 í hálvleikinum. Kyndil hevði trumfin í síni hond, tá tær vóru í álopi tá bert 40 sekund vóru eftir av dystinum og tað er javnleikur 18 18. Kyndil er tá á veg í finaluna, ti ein javnleikur var nokk. Men Kyndil bleiv til ein glóð heitan kyndil, tí í staðinfyri at lata tíðina ganga, so skeyt Kyndil á mál, og Sanja Jovic í VB málinum bjargaði. Nú skuldi VB í skjótálop og tveir VB leikarar runnu fram. Men tíverri fyri Sanju Jovic, so bleiv avleveringin frá henni ov long, og VB misnýtti møguleikan at avgera dystin. Men í staðin verður Ásleyg Súnadóttir úr Kyndli send avstað í skjót álop. Trý sekund eru eftir og hon skorar til 19 18, og Kyndil er í finaluni. Ringa veðrið darvar aftur samferðsluni kring landið og fleiri skúlar hava boðað frá, at skúlagongdin er avlýst í dag í vánaliga veðrinum. Flestu leiðirnar hjá Bygdaleiðum eru eisini avlýstar. Tað eru bert leiðirnar í Suðuroy og Sandoy, ið ikki hava avlýst koyringina fyribils. Tríggir skúlar hava fyribils avlýst skúlagongdina í dag. Hvalvíkar skúli, Fuglafjarða skúli og Handils og studentaskúlin á Kambsdali hava avlýst skúlagongdina í dag. Hálka, krapi, vánalig koyrilíkindi og fitt av vindi er kring landið. Í Syðradali vóru 39 metur s klokkan 7 27, meðan seks vindmátarar hjá Landsverki klokkan 8 vístu vindferð omanfyi 30 metur s. Sambært veðurforsøgnini líður nakað út á dagin áðrenn veðrið verður frægari, segði Alix Rasmussen, veðurfrøðingur, í Góðan morgun Føroyum beint áðrenn klokkan 8 í morgun. Tíggju býráðslimir atkvøddu fyri at játta seks milliónir krónur til projektering og forkanningar. Og tey samtyktu eisini uppskotið um byggiskrá. Tjóðveldisfólkini í býráðnum atkvøddu ímóti. Meirilutin feldi eisini uppskotið hjá tjóðveldisfólkunum um fyrst at kanna aðrar møguleikar at byggja góðshavn í kommununi, eitt nú á Sundi. Upplýst varð á býráðsfundinum, at skal arbeiðið at byggja Skansabryggjuna bjóðast út í ár, skal projekteringin byrja nú. Uppskot um avtalu um projektering er longu gjørt saman við Landsbyggifelagnum, so arbeiðið kann bjóðast út í innbodnari lisitatión. Smoltstøðin hjá Bakkafrosti á Viðareiði verður nú útbygd. Útbyggingin skal vera liðug, áðrenn eitt ár er liðið, og hon fer at gera, at Bakkafrost kann hava fýra ferðir fleiri smolt á Viðareiði enn nú. Bakkafrost hevur gjørt sáttmála við byggifelagið Articon um at útbyggja á Viðareiði og eisini aðrar útbyggingar á smoltstøðunum í 2016 og 2017 Smoltstøðin á Viðareiði verður útbygd við nýggjastu tøkni, sum ger, at Bakkafrost kann seta nógv størri smolt á sjógv enn nú. Stjórnin í Malaisia er nú komin við almennari yvirlýsing, har boðað verður frá, at orsøkin til at eitt flogfar hjá Malaysia Airlines hvarv í fjør var ein vannlukka. Tað skrivar BBC. Flogfarið hvarv 8. mars í fjør. 239 fólk vóru við flogfarinum. Sambært SkyNews, merkir almenna yvirlýsingin frá mynduleikunum í Malaisia eisini, at leitingin eftir flogfarinum verður stegðað. Jørgen Niclasen sigur, at hann nú fer at tosa við flokkarnar í samgonguni um málið. Hann vil ikki siga, hvørjar vørur, hann hugsar um, men í fjør summar nevndi Jørgen Niclasen smyrsl og luktilsi í samrøðu við Sosialin. Endamálið við at strika punktgjaldið er at fáa fleiri pengar í landskassan, tí uttan punktgjald verða fleiri vørur seldar, og tað gevur landskassanum meira í meirvirðisgjaldi. Fyri tíggju árum síðani varð punktgjaldið, sum eisini verður kallað luksustollur, strikað á sjónvarpstólum, útvarpstólum og øðrum slíkum tólum. Tað gjørdi ikki, sigur Jørgen Niclasen, at landskassin misti pengar, tí fleiri tól vórðu seld, og tað gav landskassanum meira í meirvirðisgjaldi. Tað sama hendi við fløgum. Sp F Barðið, sum rekur landingarmiðstøðina á Vestaru bryggju, hevur gjørt avtalu við p f Langasker, sum er eitt dóttirfelag hjá P F Bacalao, um at keypa ísvirkið á ískajini. Ísvirkið stendur á øki, sum Tórshavnar havn eigur, og Tórshavnar havn mælti til at gera nýggjan 15 ára leigusáttmála við Barðið. Málið varð einmælt samtykt í býráðnum hóskvøldið. Økið verður framhaldandi brúkt sum grundøki til bygning, ið framleiðir ís til niðurkøling av fiski og annað, og hetta í samsvar við byggisamtyktina, skrivar Tórshavnar Kommuna . Poli Joensen, stjóri á Barðinum sigur, at ongar broytingar verða gjørdar, annað enn, at tað nú er Barðið sum veitir tænastuna víðari at geva skipunum ís. Tað er óheppið, at allar tríggjar skráir, Vevnaðarskráin, Diagnosuskráin og Ættarbandsskráin, liggja sama stað, heldur Jens Andreassen, formaður í Vísindasiðsemisnevndini. Í dag er tað Ílegusavnið, sum hevur tær tríggjar skráirnar um hendi. Tað eru ikki somu reglur galdandi fyri, hvussu tilfarið kann brúkast, og tískil kann tað verða óheppið, at tær eru undir sama taki, heldur Jens Andreassen. Landsstýrismaðurin í Mentamálum og landsstýriskvinnan í Almannamálum eitt fingu á døgverða eitt álit handað frá einum arbeiðsbólki. Í Havn verða 48 næmingar, á Kambsdali 24 næmingar, í Norðoyggjum 24 næmingar, í Suðuroy 12 næmingar og Rásin fer at hava 14 næmingar, stendur í álitinum. Annika Olsen vísir á, at um tað verður mett, at fólkini, sum búgva á psykiatriska deplinum, skulu verða verðandi har, so má støða eisini takast til, hvussu fíggjarleisturin skal verða. Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum tó heldur, at landið ger mismun, tá landið játtar summum kommunum studning til brimverju, men ikki øllum Hann sigur, at Søvn Landsins hava sjálv tikið stig til at ábøtur í summum plássum í landinum Tað hevur verið ein neyðloysn, men avvarðandi myndugleikar eiga at meta um fornminnini og síðani taka støðu til, hvørji og hvussu tey skulu verjast, sigur Símun V. Arge. Rúnar Reistrup, ið er stjóri í bretsku fyritøkuni Depop, hevur júst fingið góðar 50 milliónir krónur í fígging til at menna og marknaðarføra nýtt forrit til fartelefon. Meiri enn 100 ung, millum 16 og 25 ár, hava tørv á einum serligum skúlatilboði, tí tey megna ikki at taka miðnámsútbúgving, uttan at hava stuðul og serlig skúla og bútilboð. Tað vísir ein tørvslýsing í álitinum um skipað miðnámstilboð til ungfólk við serligum tørvi, ið varð handað landsstýrisfólkunum, Anniku Olsen og Bjørn Kalsø, í dag. Átta fólk úr Mentamálaráðnum, Almannamálaráðnum, Sernámi, Almannaverkinum, Studentaskúlanum á Kambsdali, Rásini og úr MBF vóru í arbeiðsbólkinum, sum hevur skrivað álitið. Talan er um Bráanshellugøtu frá vatnbrunninum í Havnardali til Kleynsvarða og gomlu bygdagøtuna til Kirkjubøar frá Havnardali til Reynsmúlan og av Reynsmúla til Kirkjubøar. Ongin mansskaði hendi tá eldur kom í grønlendska rækjutrolaran Poladanak fyri nøkrum døgum síðani. Fýra føroyingar vóru við trolaranum og skipari var Kristin Højgaard. Trolarin var staddur 15 fjóðringar í ein útsynning úr Fiskanesi í Grønlandi tá eldur kom í maskinrúmið. Kristin Højgaard greiðir soleiðis frá. Bíðilistan at sleppa í vardar íbúðir er langur, og nýggju íbúðirnar, sum nú eru bygdar, Eystan Heyg er bert fyrsta stigið at nøkta tørvin á vardum íbúðum. Nú skal pápin setast í sentrum við við einum evnisdegi, har leikluturin hjá pápanum skal lýsast. Spurningar sum vera settir eru millum annað Tað er danin Svend Aage Madsen sum er leiðandi sálarfrøðingur á Ríkissjúkrahúsinum og hevur í meira enn 10 ár staðið á odda fyri granskingini innan pápaøkið, sum fer at svara hesum spurningunum Svend Aage Madsen hevur millum annað granskað í viðurskiftunum Menn sum pápar, menn og barnsburður, menn og tilknýtið til pinkubørn, tá menn gerast pápar og pápar og burðartunglyndi. Evnisdagurin verður á Østrøm 20. februar og er viðkomandi fyri øll, sum starvast við børnum og ungum innan øll økir og annars tey, sum hava áhuga fyri evninum, siga stigtakarnir, sum kalla seg fá5 hetta er Fakligt áhugafelag fyri sjúkrarøktarfrøðingar, sum arbeiða við børnum og ungum. Hóast tað er okkara størsta vinna, so eru tað ikki nógv ung, ið skilja fiskivinnuskipanina í Føroyum. Í hesi sending greiðir Stefan í Skorini grundleggjandi frá, hvussu núverandi fiskivinnuskipanin riggar. Síðani greiðir Kári Petersen frá vansunum við núverandi fiskivinnuskipanini, og hví tað er neyðugt við nýggjari skipan Út við 6.000 ferðafólk koma til Føroya at luttaka í tiltøkunum um Sólarmyrkingina, sum verður fríggjadagin 20. mars. Tey fyrstu ferðafólkini koma longu til landið mánadagin 16. mars. Visit Tórshavn sigur í einum tíðindaskrivi at ferðafólkini, sum koma til landið, eru ikki eins og tey ferðafólkini vit eru von við at taka ímóti, og flestu av teimum verða verandi í Havn allar dagarnar. Kunningarstovan heitir tí á handlar og matstovur í býnum um at hava leingi opið hesar dagarnar. Hildið verður, at flest fólk eru í býnum í døgunum 19. mars til 22. mars. Ráðstevnan í ár tekur støði í frágreiðing sum er skriva um arktiska samstarvi millum Føroyar, Grønland og Ísland. Í frágreiðingini verður serligur dentur lagdur á fyrimunirnir við eini handilsavtalu millum londini, so frælsur handil kann vera millum londini og at samstarva um eitt felags norðurlendsk brand til ferðavinnuna. Bill Justinussen, formaður í útnorðurráðnum heldur, at mest ítøkiliga málið á ráðstevnuni, er ein fríhandilssáttmáli millum londini Hvalbiar kommuna hevur í longri tíð samráðst um at yvirtaka privatu vatnfeløgini í kommununi. Hetta verður gjørt, tí krøvini um reint vatn eru herd munandi seinastu árini, sigur kommunan. Nú eru so vatnfeløgini í Nesi, í Sandvík, í Garðsenni og í Skálum yvirtikin. Ætlanin er eisini, at kommunan skal yvirtaka hini vatnfeløgini í kommununi. Hesi feløgini eru tvinni. Eitt er á Hamri, og hitt er suðuri í haga og eitur Vatnfelagið á Heyggi. Tað kostar ikki kommununi nakað at yvirtaka vatnfeløgini, sigur Trúgvi Gudmundarson, borgarstjóri í Hvalba, við útvarpið í morgun. Men kommunan yvirtekur skyldurnar at veita vatn, sum er reint sambært lógvarkrøvum, sigur hann. Skipara og navigatørfelagið læt eisini eina serstaka virðisløn. Tað herðaklappið, sum var fyri hægsta miðalpróvtal, fekk skiparin, Torfin Debes Davidsen. Stuðulin er 130.000 íslendskar krónur um mánaðin í átta mánaðir. Tað samsvarar við eitt lestrarár. Upphæddin er umleið 6.400 í okkara krónum um mánaðin. Grikska fíggjarmálaráðið sigur, at hetta er bert fyrsta stigið í nýggja einskiljingarpolitikkinum, sum stjórinin fer at fremja undir nýggja forsætisráðharranum, Alexis Tsipras. Millum annað verða ætlaninar at selja almenna el felagið, DEI, leasingverkætlanir av pørtum av havnunum í Pireus og Tessaloniki, og einskiljing av almenna tokfelagnum og oljureinsiverkum fyribils steðgaðar, eftir at Tsipras og flokkur hansara Syriza vunnu tjóðartingsvalið fyri viku síðani. Flokkarnir báðir hava tó tað til felags, at teir vilja samráðast av nýggjum við ES um krøvini, sum ES, Evropiski Miðbanki ECB og Altjóða gjaldoyragrunnurin, IMF, settu Grikkalandi í sambandi við stóru kreppulánini, sum tey hava givið Grikkalandi. Stjórnin hevur eisini boðað frá, at hon fer at gjøgnumganga stóru spariskránna, sum undanfarnar stjórnir í landinum hava framt eftir kravi frá teimum trimum lánsveitarunum, sum hava givið Grikkalandi 240 milliardir evrur í láni síðani 2010. Einskiljing er annars týdningarmikil partur av avtaluni millum Grikkaland og lánsveitararnar. Áhugin fyri at keypa almennar ognir hevur tó ikki verið stórur. Inntøkan av einskiljingum hava verið væl minni enn væntað. Keldur í stjórini í Athen siga, at í løtuni ger stjórnin ætlan, sum skal minka almennu útreiðslurnar, og eina skrá fyri nýskipanum, sum allir partar skulu verða nøgdir við, skriva Ritzau og DPA tíðindastovurnar. Dómaraúrslit 1. Steypakapping 2015 Felag Pinkur Tekniska Listarliga Framførsla Tilsamans. Kirkjugarðurin við Velbastaðvegin í Havn er við at fyllast, og um tvey ár er neyðugt at hava meira pláss at jarða í. Tórshavnar býráð samtykti einmælt fyrr í vikuni at játta eina millión krónur í ár til at útbyggja kirkjugarðin eftir ætlanini, sum býráðið samtykti í mai í fjør. Viðvíkjandi kirkjugarðinum í Hoyvík, so kemur tað málið fyri á næsta býráðsfundi. Kirkjugarðurin skal byggjast sum framhald av Dalinum Langa, og hann skal eftir ætlan verða klárur í 2016. Kirkjugarðurin í Kaldbak hevur verið fullur í fleiri ár. Kommunan er í ferð við at gera nýggjan kirkjugarð, og hann verður liðugur í vár. Har verða 88 pláss. Evstamark fyri eini semju fyri fiskivinnunýskipan var í dag, og tað vóru floksformenninir í samgonguni sjálvir, ið settu sær hetta markið. Sverri Sandberg Nielsen sigur við ítróttartíðindini, at tíðin hjá honum í DM í inniróðri er telin um, at hann er í sera góðum formi. Langteinarennarin, Marnar Djurhuus, boðaði fyrr í vikuni frá, at hann er givin at renna. 20 ára gamli rennarin, sum vann tvey bronsuheiðursmerki á seinastu oyggjaleikunum á Bermuda, hevur seinastu árini verið somikið plágaður av ryggskaða, at hann nú hevur valt at seta skógvarnar á hillina. Eg helt ikki, at tað var so stuttligt, at tað var vert at ganga við pínu næstan konstant, aftaná hvørja venjing, út á kvøldarnar og um næturnar, segði Marnar. Oyggjaleikir verða á Jersey í summar, og ungi rennarin heldur, at hann møguliga hevði megnað at luttikið, men at hann ikki hevur hug til at luttaka í kappingum, tá hann ikki fær vant. Man er sjálvandi keddur um, at skaðar skulu forða fyri tí, men tað er nú einaferð, sum tað er, og tað er ikki so nógv, man kann gera við tað, segði Marnar. Guttorm Sørensen, rennari og limur í starvsnevndini hjá FÍF, Frælsur Ítróttur Føroya, harmast um avgerðina hjá Marnari, sum hann heldur hevði havt góðar møguleikar at vunnið gull á komandi oyggjarleikunum. Tað trúgvi eg, at hann hevði havt. Um hann hevði havt eitt ár afturat at venja í, so hevði hann sikkurt kunnað gjørt seg galdandi, í hvussu er á skamlinum, segði Guttorm, og legði afturat, at føroyska metið hjá Marnari á hálvmarathon er betri enn flestu vinnaratíðirnar frá oyggjaleikum. Hóast Marnar nú er givin á longru teinunum, vil hann ikki siga fyri vissu, at hetta er tað síðsta vit síggja til hansara í rennihøpi. Eitt reytt kort og fleiri skaðar høvdu við sær, at Neistin mátti broyta taktikk í dystinum í dag. Men tað gjørdi ikki stórvegis mun, ti Neistin vann grannaupperðina 22 18 11 10 , sum somuleiðis var ein frumframførsla av steypafinaluni leyardagin. Bára Hansen er avgjørd, kvinnunar í Neistanum fara eftir bæði lands og steypakappingini. Turið A. Samuelsen heldur, at Kyndlakvinnurnar hugsaði ov nógv um steypafinaluna og tískil ikki vóru klárar at vinna á Neistanum í dag. Hon iðrar seg, tí ein sigur hevði havt við sær, at Kyndil hevði verið oddalið, og tískil hevði trýstið verið á Neistanum í staðin. Tað hevði givið okkum ein taktiskan fyrimun, sigur Turið A. Samuelsen. Dimmalætting hevur kært Fiskimálaráðið til Løgtingsins umboðsmann. Í oddagreinini í blaðnum seinasta fríggjadag stendur, at Dimmalætting spurdi Fiskimálaráðið um útlendskan ognarrætt í føroysku fiskivinnuni. Í lógini um vinnuligan fiskiskap stendur, at Fiskimálaráðið eigur at fáa boð um allar útlendingar, sum eiga í føroyska fiskiflotanum. Dimmalætting bað tí um innlit í hesar upplýsingar. Dimmalætting spurdi Fiskimálaráðið, hvørjir útlendingar eiga í føroyskum fiskivinnufeløgum, og hvussu nógv, teir eiga. Men tað bar ikki til at fáa at vita. Dimmalætting skrivar, at Fiskimálaráðið segði seg hava upplýsingarnar, men tær eru í hvørjum einstøkum máli. Einki heildaryvirlit er til. Sambært Dimmalætting svaraði Fiskimálaráðið, at tað fór ikki at brúka orku til at gera eitt tílíkt heildaryvirlit. Hetta svarið góðtekur Dimmalætting ikki, og hevur tí kært Fiskimálaráðið til Løgtingsins umboðsmann. Løgtingsins umboðsmaður hevur longu eitt annað mál, sum líkist nógv tí hjá Dimmalætting. Kært varð um, at ikki bar til at fáa at vita frá Fiskimálaráðnum, hvørji veiðiloyvi eru í føroyska fiskiflotanum. Svarið var tað sama, sum Dimmalætting fekk einki heildaryvirlit finst, tí veiðiloyvini liggja í hvørjum einstøkum máli. Men eftir at Løgtingsins umboðsmaður vendi sær til Fiskimálaráðið, skuldi ráðið fáa øll veiðiloyvini í eitt heildaryvirlit. Samstarva vit meiri á fiskivinnuøkinum, eitt nú við at marknaðarføra fiskavørur og ferðavinnu samstundis, eru góðir møguleikar at gera stóra framstig, sigur Sigurður Ingi Jóhannsson við grønlendska blaðið Sermitsiaq . Hann sigur, at íslendingar hava havt góðar royndir av at marknaðarføra fisk og ferðavinnu í senn. Útnorðurráðið hevur seinastu dagarnar havt fund í Grønlandi. Íslendski búskaparfrøðingurin, Heiður Már Guðjónsson, segði á eini ráðstevnu í sambandi við útnorðurráðsfundin, at stór framgongd hevur verið í íslendska útflutninginum, síðani Ísland menti sítt egna flutningskervi. Sigurður Ingi Jóhannsson sigur, at íslendingar nýta allar flogleiðir millum Ísland, Evropa og USA at flyta fiskavørur og ferðafólk, og tað eiga føroyingar og grønlendingar eisini at gera, heldur íslendski fiskimálaráðharrin. Danska Krabbameinsfelagið hevur játtað 1,5 milliónir krónur til eina verkætlan, so fleiri royndir kunnu gerast. Kálk er í beinagrindini og tonnunum, og vit fáa kálk við mjólk. Nú skulu kanningar vísa, um kálk eisini kann nýtast í viðgerð fyri krabbamein. Kanningar vísa, at verður kálk sprænt í krabbasvull, nýta kyknurnar so nógva orku at koma aftur til javnvágina fyri kálk, at tær doyggja av tí. Nú skulu fleiri royndir gerast á sjúkrahúsinum í Herlev. Yvirlækni, sum stendur á odda fyri kanningunum, sigur, at higartil er úrslitið gott. Viðgerðin skaðar ikki aðrar kyknur enn krabbameinskyknurnar. Hví so er, er ikki greitt enn, og tí skulu fleiri kanningar til. Enn ber ikki til at gera nakra endaliga niðurstøðu, og fyribils skal kálk roynast ímóti svullum í húðini. Ikki fyrr enn tær royndirnar eru gjørdar, ber til at fara undir at kanna, um kálkið eisini kann nýtast at viðgera krabbasvull í kroppinum. Nú verður bíðað í spenningi eftir fleiri úrslitum, tí kann kálk nýtast í viðgerðini fyri krabbamein, verður viðgerðin væl bíligari enn í dag, og kann verða fólki at gagni, sum annars verða viðgjørd fyri krabbamein. Bárður Nielsen, Bill Justinussen, Jákup Mikkelsen og Bogi Andreasen halda ikki, at landsins myndugleikar hava møguleikar at regulera hesi viðurskifti nøktandi við lóg. Teir fýra, Bárður Nielsen, Bill Justinussen, Jákup Mikkelsen og Bogi Andreasen, vísa á, at Fíggjarmálaráðið hevur gjørt semju við danir um, at stóru bankarnir í Føroyum gerast SIFI bankar. Ein SIFI banki verður mettur av hava so stóran týdning fyri búskapin, at hann kann ikki fara av knóranum. Kemur ein SIFI banki í trupulleikar, verða tiltøk sett í verk beinan vegin. Tess størri týdning, bankin verður mettur av hava fyri samfelagsbúskapin, tess størri verða kapitalkrøvini til bankan, siga samgongutingmenninir í fíggjarnevndini, sum mæla frá at samtykkja uppskotið. Minnilutin, sum eru umboðini fyri Tjóðveldi og Javnaðarflokkin, mælir til at samtykkja uppskotið. Eyðgunn Samuelsen, Aksel V. Johannesen og Kristina Háfoss, vísa á, at bruttotjóðarúrtøkan í fjør var 15 milliardir krónur, sambært meting hjá Búskaparráðnum. Javnin hjá størsta bankanum í landinum er nærum 17 milliardir. Í Føroyum hava vit tvey stór fíggingarsamtøk, ið hava ein javna, ið er sera stórur sammett við virksemið í landinum. Tað krevur, at samfelagið hevur neyvt eftirlit við váðanum, ið fíggjargeirin hevur fyri samfelagið, siga andstøðuumboðini í fíggjarnevndini. Atkvøtt verður um uppskotið í tinginum hósdagin. Vit klára ein part við umleggingum og nátúrligari frágongd, men vit sleppa tíverri ikki undan uppsøgnum, sigur stjórin, Edvard Heen, í tíðindaskrivi fyri løtu síðan. Starvsfólkini í Almannaverkinum fingu klokkan 10 í morgun kunning um næsta stigið í menningini av Almannaverkinum frá stjóranum, Edvard Heen. Ein av avleiðingunum, nú bygnaðurin er umskipaður, er, at fimm fólk í morgun fingu ætlanarskriv um uppsøgn. Orsøkin, til uppsagnirnar er, at eldraøkið á nýggjárinum varð lagt út til kommununar sjálvar at umsita. Koyrilíkindini eru av teimum ringastu, nú tað hevur kavað av møkum síðan tíðliga í morgun. Løgreglan ræður frá yvirhøvur at koyra millum bygdir. Greinin heldur fram niðanfyri. Eisini um Velbastaðháls eru sera ring koyrilíkindi. Fleiri bilar standa fastir á Velbastaðhálsi, og løgreglan ræður frá, at koyrt verður um Velbastaðháls í løtuni. Greinin heldur fram niðanfyri. Landsverk boðar frá, at hált og krapi er kring alt landið, og í tíðindunum nú á middegi fráráddi Landsverk óneyðugari koyring í dag. Bilar hava ikki einans rent seg fastar á landsvegunum, men eisini í bygdum øki. Allir býarbussar í Havn vórðu settir fyri løtu síðan. Tórshavnar kommuna boðar frá, at býarbussarnir í kommunu ikki koyra í løtuni vegna nógvan kava. Viðrar, koyra teir aftur seinni. Ringu koyrilíkindini ávirka eisini túrarnir hjá Bygdaleiðum. Strandferðslan sigur, at Leið 100, 600 og 601 longu eru givnar at koyra, og at Leið 300 og 400 eisini steðga koyringina seinni í dag. Flúgvingin er eisini darvað. Flogførini hjá Atlantic Airways, ið skuldu fara seinnapartin, eru fyribils útsett til í kvøld, sambært ferðsluyvirlitinum hjá Vága floghavn . Tað ætlar Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, sum hevur gjørt nakrar broytingar í vápnalógini. Uppskotið sigur eisini, at øll vápn skulu skrásetast í navninum hjá einum fólki. Kravt verður, at fólk, sum brúka vápn ella ætla at keypa sær prógv, skulu hava vápnaprógv. Øll, sum eru yngri enn 40 ár, skula taka vápnatrygdarskeið, sum varar átta tímar. Sambært uppskotinum kunnu fólk, sum vísa hóttandi atburð við vápni, eitt nú tá tey eru ávirkað, revsast eftir vápnalógini. Revsingin kann vera upp í tvey ára fongsul. Í fjórða ársfjórðingi í fjør vóru tríggir tilburðir við skotvápnum í Føroyum. Kravt verður, at øll vápn hava vápnalás ella eru goymd í vápnaskápi. Sambært uppskotinum sleppa fólk, sum hava ólóglig skotvápn, freist til 30. juni næsta ár at lata fútanum vápnini. Tá sleppa tey undan revsing fyri at hava ólóglig vápn. Sambært viðmerkingunum um lógaruppskotið mælir fútin til at taka fleiri vápn enn byrsur við í lógina, men stundir vóru ikki at taka tilmælini hjá fútanum við hesaferð. Tað verður næstu ferð, lógin skal endurskoðast, sigur løgmaður. Fyrsta sending er um avleiðingarnar av, at Føroyar í 2010 fingu eina nýggja milliarda inntøku, tá Føroyar ásettu sær eina størri makrelkvotu. Spælarar, ið eru dømdir leikbann í sambandi við dyst í lands ella steypakappingini, skulu avgreiða leikbannið í fyrst komandi í fremstu deild, uttan mun til, um hann er lands ella steypakappingardystur ella vanligur 1. deildardystur . Men í reglunum stendur eisini soleiðis Spælarar, ið eru dømdir leikbann í sambandi við landskappingardysti í fremstu deild í verandi kapping, skulu avgreiða leikbann komandi landskappingardysti í fremstu deild í verandi kapping. Leikbann kann sostatt ikki avgreiðast í landssteypadysti. Ein gjøgnumgongd av roknskapunum hjá trimum teimum størstu feløgunum í uppsjóvarvinnuni vísir, at feløgini hesi árini hava vaksið seg til risar í føroyskum vinnulívi. Størstu framgongdina hevur samtakið Varðin í Gøtu. Í 2009 sum var síðsta árið áðrenn Føroyar brutu seg burturúr strandalandaavtaluni átti felagið aktiv fyri 546 milliónir. Í 2013 vóru aktivini ein milliard og 342 milliónir krónur. Vøksturin er 246 prosent. Sama tíðarskeiðið er eginognin vaksin úr 250 milliónum upp í 647 milliónir. Felagið Palli hjá Mariannu sum byggir sítt virksemi á nótaskipini Norðborg og Christian í Grótinum hevði í 2009 aktiv fyri 485 milliónir krónur í 2013 vóru aktivini 845 milliónir. Vøksturin er 75 prosent. Hesi fýra árini er eginpeningurin farin úr 145 milliónum upp í 398 milliónir krónur. Framherji hevði í 2009 aktiv fyri 500 milliónir í 2013 vóru aktivini 647 milliónir. Vøksturin er 30 prosent. Eginognin í hesum smápartafelag var í 2009 góðar átta milliónir í 2013 var eginognin 117 milliónir krónur. Tilsamans hava hesi trý reiðarí Varðin, Palli hjá Mariannu og Framherji aktiv fyri 2,8 milliardir krónur sambært 2013 roknskapunum. Ein vøkstur á 1,3 milliard krónur eftir fýra árum. Til samanberingar er samlaða skuldin í hesum trimum reiðarí samtøkum 1,4 milliard. Eginpeningurin er nærum trýfaldaður úr 403 milliónum upp í 1162 milliónir. Malena Jacobsen, Tummas Thomsen, Arni Hansen, Kári Hansen, Frits Thomsen, Jógvan Dávid Jacobsen, Pól Øregaard Jacobsen og Jógvan Petur Hentze, øll búsitandi í Gøtu, umframt Jaspur Hansen í Saltangará, John Martinson Jarnskor í Havn og Bogi Jacobsen í Sandavági. Taka vit hædd fyri nærmastu familjubondum til dømis faðir og sonur ella tveir brøður so minkar eigaraskarðin í Varðanum niður á átta familjur. Reiðarísamtakið Palli hjá Mariannu er ein familjufyritøka burturav. Eigarar eru Christian Martin Rasmussen og synirnir Jón, Eyðun og Bogi Rasmussen. Framherji hevur ein, føroyskan eigara, umframt íslendska Samherja, sum eigur ein triðing av samtakinum talan er um Anfinn Olsen í Fuglafirði. Samanumtikið er tí talan um 10 føroyskar familjur, sum eftir fýra árum hava økt um sítt vinnuliga virksemi við 1,3 milliard og nú umsita virði fyri 2,8 milliardir krónur. Hesar 10 familjur eiga fyritøkur, sum hava ein bókaðan eginpening á 1162 milliónir krónur. Hesar 10 familjur eru síðstu fýra árini blivnar 720 milliónir krónur ríkari. Tá er bara ein brotpartur av virðismiklu uppsjóvarkvotunum, ið reiðaríini fáa útlutað sum eginkvotur á hvørjum ári, virðisásettar í roknskapunum. Bara í 2013 høvdu tey trý reiðarí samtøkini Varðin, Palli hjá Mariannu og Framherji tilsamans 217 milliónir krónur í yvirskoti. Roknskapirnir fyri 2014 eru enn ikki lidnir og almannakunngjørdir, men alt bendir á, at árið í fjør var betri enn 2013. Í kvøld kemur fyrsta av trimum sendingum um føroysku fiskivinnuna. Fyrsta sendingin ber heitið Landsstýrisútnevndir milliardingar og lýsir avleiðingarnar av at Føroyar í 2010 fingu eina milliardainntøku við at áseta sær eina størri makrelkvotu. Vága Dansifelag hevur regluliga barnadans í Beitishúsunum í Miðvági. Vit hitta fýra av teimum smáu dansarunum, sum eru farnir upp á gólv saman við øllum hinum næmingunum í bygdaskúlanum í Miðvági. Tey eru Tóra Rúnadóttir, Elin Ávørt Debes, Karl Jákup Hansen og Jógvan Sjúrður Hansen. Vit hitta eisini Hervør Jørgensen, ið skipar fyri barnadansinum. Á Sýnuni, sum er ellisheimið í Vágum, verða trý búfólk 100 ár í ár. Vit hitta Amandu Joensen úr Vatnsoyrum og Honnu Joensen, sum er ættað úr Mykinesin, og Arnleyg Haraldsen, sjúkrarøktarfrøðing á Sýnuni. Dora Johannesen og Martin Simonsen fara at giftast seinni í hesum mánaðinum. Tey hava bygt sær nýggj sethús í Miðvági. Martin er ættaður úr Hvannasundi, og kennir seg nú heima í Miðvági. Og Hans Jørgensen í Miðvági greiðir frá ymiskum viðurskiftum í heimbygdini. millum annað teimum trimum úrmælingunum, Mikkjali á Ryggi, Rasmusi Rasmussen og Olivari á Ryggi. Tað er niðurstøðan hjá Føroya rætti í sonevnda grannskoðaramálinum. Tí fríkendi rætturin í dag Løgmansskrivstovuna og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, sum fyrst í 2012 ógildaði skrásetingina, sum níggju grannskoðarar fingu í 2007. Christian Andreasen, sum er advokatur hjá grannskoðarunum, sigur, at hann nú fer at lesa dómin, og síðani verður støða tikin til, um dómurin skal skjótast inn fyri landsrættin. Freistin er fýra vikur. Føroyska og danska lógin um grannskoðaravirksemi, eru so líkar, at eingin orsøk er til at tulka kravið um próvtøku øðrvísi í Føroyum enn í Danmark. Føroyska lógin var orðað í tráð við donsku lógina, sum krevur, at umframt eina kandidatútbúgving, skal ein grannskoðari til eina serliga grannskoðarapróvtøku, fyri at nevna seg autoriseraðan grannskoðara. Tað sæst millum annað í tí sum rætturin hevur lagt til grund fyri at fríkenna Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, í sonevnda grannskoðaramálinum. Málið hevur verið ávegis í trý ár, og dómur fall í dag. Málið kom undan kavi á heysti í 2010, eftir at Løgtingsins Umboðsmaður gjørdi eina frágreiðing um málið. Rætturin vísir eisini á, at ein grannskoðari í sínum virki, er longdi armurin hjá tí almenna. Ein autoriseraður grannskoðari, er ein serliga væl útbúgvin grannskoðari, sum í lógini fær víðar heimildir, sum eingin annar kann taka sær av, heldur ikki skrásettir grannskoðarar. Talan kann vera um eitt nú fíggjarfyritøkur. Tí er tað í lagi, at ein sum ætlar sær at gerast autoriseraður grannskoðari, skal til eina serliga próvtøku, og trý ára virkistíð er ikki nóg mikið, sigur rætturin. Út frá tí heldur rætturin, at eingin heimild var at góðkenna grannskoðararnar sum hava stevnt, sum autoriseraðar grannskoðarar. Teir sum stevndu luku ikki treytirnar, og tí var tað í stríð við lógina, tá skrásetingin í 2007 góðkendi teir sum autoriseraðar grannskoðarar. Tí var tað í lagi, at Løgmansskrivstovan í februar í 2012, strikaði autorisatiónina hjá grannskoðarunum. Víst verður eisini á, at Løgtingsins Umboðsmaður longu fyrst í november í 2010, vísti á, at treytirnar fyri at fáa autorisatión, ikki vóru hildnar, tí grannskoðararnir ikki høvdu lokið neyðugu próvtøkuna. Í dóminum leggur rætturin serliga dent á, at grannskoðararnir fingu freist í trý ár, at fara til neyðugu próvtøkuna, og tann freistin fer ikki úr gildi fyrr enn seinast í hesum árinum, næstan fýra ár eftir, at autorisatiónin varð tikin aftur. Rætturin sigur, at tann freistin hevur verið væl egnað til at fara upp til neyðugu próvtøkuna. At grannskoðararnir ístaðin valdu at kæra, og síðani at leggja málið fyri rættin, kann tí ikki nýtast til at meta um málið. Tí kann rætturin heldur ikki seta til síðis avgerðina, sum Løgmansskrivstovan tók tann 21. februar í 2012, um at taka autorisatiónina frá grannskoðarunum. Føroya rættur fríkendi Løgmansskrivstovuna. Grannskoðararnir sum stevndu Løgmansskrivstovuni vóru upprunaliga fýra, men nú dómsviðgerðin var, vóru teir bert tveir. Hinir eru farnir í aðra vinnu. Talan er um ein drúgvan dóm, sum er 46 síður. Eitt slíkt sakarmál kostar nógv, grannskoðararnir skulu rinda Løgmansskrivstovuni 150.000 krónur í sakarmálskostnaði. Christian Andreasen, sum er advokatur hjá grannskoðarunum, sigur, at hann nú fer at lesa dómin, og síðani verður støða tikin til, um dómurin skal skjótast inn fyri landsrættin. Freistin er fýra vikur. Búskaparfrøðingarnir Kári Petersen og Jóannes Jacobsen koma við ávarðingini, nú uppsjóvarreiðaríini í fleiri ár á rað hava havt atgongd til tey sera stóru makrelvirðini. Vit hava nakrar myndir frá Landsverki, har teir grava á Elduvíkarvegnum. Sum vit siggja, eru líkindini av teimum ringastu, við n ógvum vindi og jarðroki, so ringt er at halda vegin opnan, tí tað rýkur aftur í aftur so hvørt gravimaskinurnar arbeiða seg fram eftir vegnum. Tað sigur 70 ára gamli Kaj Hammer, sum eftirlýsir ætlanum at bjarga føroyskum bátasmíði. Seinastu mánaðirnar hevur Kaj tikist við at smíða Føroya størsta bát, ein teinæring, á Skipasmiðjuni í Havn. Umframt at Niels Uni sigur sína hugsan um útgávuna, verða fleiri sangir á fløguni spældir, so lurtarin eisini kann gera sína egnu meting um sangirnar og útgávuna. Hoyr ummælið her. Heimasíðan hjá grønlendska landstinginum skrivar, at treytað avtala er gjørd við felagið Per Arsleff Grønland um arbeiðið, og treytin er, at stórt fokus skal vera á at brúka grønlendska arbeiðsmegi, faklærda og ófaklærda, og lærlingar skulu setast við. Verkætlanir, sum hendan, skulu fáa hjólini at mala skjótari í Grønlandi, sigur Kim Kielsen, landsstýrisformaður, sambært heimasíðuni hjá landstinginum. Arbeiðið at gera nýggja bingjuhavnin fevir um at dýpa havnabassengið, gera 300 metrar langa atløgubryggju og eitt pláss til bingjurnar. Eisini skulu skrivstovubygningur, pakkhús og verkstaður byggjast. Brimil er hjá Grunnabarði, men tey hava nakrar tímar eftir enn til lands, tí ferðin er bara fýra fimm fjórðingar. Ættin har á leiðini er norðan, 12 metur s. Klokkan fimm vóru skipini 45 fjórðingar suður úr Sumbiarenda, upplýsir Sjóbjargingarstøðin. Grunnabarð var suðuri móti markinum, tá hann fór at leka seinnapartin í gjár. í dag fyllir Malla Olsen á Toftum 100 ár. Í hesum sambandi verður skipað fyri føðingardagshaldi í missiónshúsinum Tabor seinnapartin í dag Malla varð fødd 3. febr. 1915 norðuri við Gjógv, men hevur búð á Toftum øll árini. Malla búði einsamøll heima til hon var 97 og tá flutti hon inná eldrasambýlið Vesturskin á Toftum. Harafturat komu 23 fráboðanir um onnur viðurskifti viðvíkjandi djórum árini 2010 2014, viðurskifti, sum kanska vóru vanrøkt. Kanningar staðfestu tó, at grundarlag var ikki fyri at gera meira við hesi mál. Tað hevur Vinnumálaráðið fingið at vita frá politinum. Johan Dahl, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurningi frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, sum spurdi um djóravernd. Landsstýrismaðurin sigur, at landsdjóralæknin hevur í sambandi við fyrispurningin víst á, at brúk er fyri kunngerð, sum ítøkiliga ásetur mark fyri, nær djór verða viðfarin á forsvarligan hátt, til dømis, tá ross, seyður og hundar eru úti. Stóra skúlaspurnakanningin, Ungfólk í Føroyum 2012, spurdi tey ungu, hvussu nógvar tímar um vikuna tey lesa bøkur, sum eru aðrar enn skúlabøkur, myndarøðir, dagbløð, tíðarrit, bløð á netinum og annað tilfar á netinum. Góð níggju prosent siga seg lesa annað tilfar enn skúlabøkur í minsta lagi fýra tímar um vikuna. Helvtin av teimum ungu siga seg eisini lesa myndarøðir viðhvørt. Sløk fýra prosent siga seg lesa myndarøðir í minsta lagi fýra tímar um vikuna. Kanningin varð gjørd í øllum 9. flokkum kring alt landið. 19 av tilsamans 21 skúlum við 9. flokkum luttóku. Kanningin umfatar øll, sum eru fødd í 1996. Umleið 540 luttakarar vóru eftir, tá tey ógyldugu skjølini vóru drigin frá. Umleið 52 prosent vóru gentur. Er henda kanningin ein ábending um, hvussu prentaða dagblaðið fer at hava tað, tá ið hesi, ið luttaka í kanningini, gerast vaksin, so sær støðan alt annað enn ljós út, tí tey ungu hava ikki serliga stóran áhuga fyri dagbløðum, skrivar Skúlablaðið . 56 prosent lesa ongantíð dagbløð. Einans trý ung siga seg brúka í minsta lagi fýra tímar um vikuna til dagbløð. Bløð á netinum hava sindur størri áhuga. 193 ung 38 prosent lesa ikki bløð á netinum. Tó eru einans 28 ung seks prosent sum brúka í minsta lagi fýra tímar um vikuna til tað. Tey allarflestu lesa annað tilfar á netinum viðhvørt. Granskingarverkætlanin var slóðbrótandi samstarv millum Rannsóknir og Greining á Háskúla Reykjavíkar og Námsvísindadeildina á Fróðskaparsetrinum. Politikararnir mugu taka støðu til, um stóru yvirskotini í pørtum av fiskivinnuni skulu skattast ella verða verandi úti í vinnuni. Tað sigur Sverri Hansen, formaður í Búskaparráðnum, sum í áravís hevur roynt at vísa á, hvussu samfelagið kann fáa sín part av tilfeinginum í havinum. At vera statsgóðkendur grannskoðari, er sera ábyrgdarfult starv, sum eingin setur spurnartekin við. Tí er neyðugt at tey sum virka sum slíkir, lúka ásettu krøvini. Tað sigur Løgtingsins Umboðsmaður, Sólja í Ólavstovu, sum fegnast um, at Føroya rættur kom til somu niðurstøðu sum hon kom til í 2010, og í gjár fríkendi Løgmansskrivstovuna í grannskoðaramálinum. Landsstýrið bíðar eftir tilmæli frá Jarðfeingi. Men longu nú er greitt, at SEV fær sítt loyvi endurnýggjað. Men onnur sleppa eisini framat, sigur landsstýrismaðurin í orkumálum. Formliga hevur SEV framvegis loyvi til at brúka vatnorkuna til at gera streym. Loyvið er hesa ferð longt til 28. februar. Men SEV fær longt loyvið fyribils, um eingin niðurstøða er gjørd fyri 28. februar. Sambært kunngerð frá 1963 fekk SEV loyvi at nýta vatnorkuna í Streymoynni, Eysturoynni, Vágum og í Suðuroynni í 50 ár. Í 2012 bað SEV um, at loyvi varð longt 50 ár afturat. Enn hevur SEV ikki fingið formligt svar, men loyvið er longt í fleiri umførum í styttri tíðarskeið hvørja ferð, sigur Bogi Andreasen, løgtingslimur, sum setti Johan Dahl, landsstýrismanni, fyrispurning um málið. Johan Dahl svarar, at Jarðfeingi skal gera Vinnumálaráðnum tilmæli um hetta málið. Jarðfeingi hevur samskifti við SEV og aðrar viðkomandi partar um tilmælið. Partarnir hava fingið innlit í alla málsviðgerðina, og Bogi Andreasen, sum er næstformaður í nevndini hjá SEV, eigur at vita um hesi viðurskifti, sigur Johan Dahl Hann sigur eisini, at sambært aðalendamálinum í elveitingarlógini eiga onnur enn SEV at sleppa at brúka vatnorkuna, møguliga saman við SEV. Yvirskipað er tó ætlanin at geva SEV nýtt loyvi til verandi framleiðslu. Men ásett verður í loyvinum, at øking í framleiðsluni umframt øll nýggj framleiðsla krevja serstakt loyvi frá myndugleikunum. Aðrir veitarar kunnu sostatt søkja um at sleppa at gera streym úr vatnorku, um verkætlan teirra er kappingarfør í prísi og tøkni og í tráð við eina skynsama útbygging av elskipanini. Viðkomandi spurningurin er tó, hvat skal útbyggjast, og ikki hvør skal fremja hesa útbygging, sigur Johan Dahl í svari sínum. Hann sigur, at í næstum ætlar at biðja løgtingið um aðalorðaskifti um elorku. Fyrireikingarnar ganga væl, sigur Jón Pauli Olsen, landsliðsvenjari. Landsliðið fer í døgunum 20 22 februar á eina venjingarlegu í Reykjavík, sum ein liður í fyrireikingini til dystirnar á Malta. Hendan úttøkan er ikki endalig til undan undankappingina, men bert ein úttøka til venjingardystirnar í Íslandi. Drúgvastu leikararnir, Malena Josephsen liðskipari og Rannvá B. Andreasen eru ikki við í hópinum, sum fer til Íslands. Tær hava báðar smáskaðar at dragast við. Føroyska A landsliðið skal spæla tveir venjingardystir mótu U 19 landsliðnum hjá Íslandi. Jón Pauli Olsen hevur úttikið hesar til venjingarlegu Bjarta Johannesen, B36 Monika Biskoptø, KÍ Oddrún Danielsen, Østerbro IF DK Kára Jarnskor, ÍF Víkingur Rakul V. Magnussen, EB Streymur Skála Sigrid Petersen, ÍF Víkingur Sigrun K. Kristiansen, EB Streymur Skála Durita Hummeland, EB Streymur Skála Lív F.Arge, HB Fríðrún Danielsen, EB Streymur Skála Anna Sofía Sevdal, EB Streymur Skála Olga Kristina Hansen, Østerbro IF DK Margunn Lindholm, EB Streymur Skála Eyðvør Klakstein, KÍ Milja R. Simonsen, HB Íðunn Magnussen, EB Streymur Skála Heidi Sevdal, HB Talan er um góðar fyrireikingar, sum vónandi gera at føroyska landsliðið í apríl spælir seg víðari úr undan undankappingini á Malta. Sigrið Sivertsen, kórleiðari, fegnast um stóra eftirspurningin, sum hevur verið um morgunkórið. Uppruna ætlanin var at gera eitt kór við 20 30 fólkum, men eftir einum degi sóu vit, at undirtøkan var so góð, at ein nýggj ætlan mátti gerast. Sigrið Sivertsen, sum er kórleiðari skeyt upp at økja talið á sangarunum. Tískil fór kórið frá at vera 20 30 til at verða 80 90 fólk. Grundin til at talið ikki er endaligt enn, er at tað framvegis er rúm fyri mannligum kórsangarum. Morgunkórið er ein verkætlan, sum Góðan morgun Føroyar er farið undir. Tað fyrigongur soleiðis at, eini 80 90 fólk venja saman kórsang í 12 vikur og runda av við eini framførslu. So um tú ert tú eitt mannfólk, sum hevur hug at royna seg, so er at senda okkum eitt teldubræv. Øll tey, ið sendu eina tilmelding hava fingið eitt svar frá Góðan morgun Føroyum. Grønlendsk feløg, sum hava skip, verða altíð raðfest fremst, eisini tá kvotur fyri makrel verða ásettar, sigur Karl Kristin Kruse, iðer landsstýrismaður í fiskivinnumálum í Grønlandi. Grønlendska fiskimanna og veiðimannafelagið, KNAPK, vil hava, at toskakvotan hækkar upp í 40.000 tons. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum sigur, at um einar 14 dagar fer hann koma við einum uppskoti um toskakvotu. Føroyar skulu ikki taka ímóti flóttafólki, men heldur veita hjálp, har flóttafólkini eru stødd, sigur formaðurin í tingbólki Fólkaflokksins, nú landsstýrismaðurin í Vinnumálum hevur verið og kannað møguleikan, hvussu Føroyar við donsku útlendingalógini kunnu taka ímóti flóttafólki. Politikararnir hava ikki tikið uppgávuna at fáa almenna hallið burtur í nóg stórum álvara, heldur formaðurin í Búskaparráðnum. Búskaparvøksturin síðstu árini er í størstan mun endaður sum vinningur hjá fyritøkum. Meðan bygdir liggja avbyrgdar, og maskinurnar hjá Landsverki stríðast við kavarudding, fara onnur niðan í fjøllini at standa á skíð. Thorvald Gaardlykke er ein av teimum, sum hevur verið á Sornfelli næstan dagliga seinastu vikurnar. Og í dag fekk Thorvald Finn Koba upp á sleip. Heldur tú tær frá at venja alment, tí tú hugsar, at onnur fara at hyggja dømandi at øllum dellunum, sveittuta hárinum og reyðu kjálkunum At tú ikki hoyrir heima millum allar hinar fullkomnu kropparnar Ja, so ert tú ikki einsamøll, tí soleiðis hugsar ein stórur partur av øllum konufólkum, og tí enda vit ofta við at missa mótið, áðrenn vit eru byrjaðar. Men tað skal ikki forða tær, tí allar hugsa vit, at onkur hyggur at okkum. Sannleikin er, at øvundin í venjingarhølunum kemur oftast av, at konan við síðuna av sveittar meira enn ein sjálv. Hygg bara at sjónbandinum, og kom so í gongd Talan er um eitt TransAsia flogfar, sum var á innanríkisrutu úr høvuðsstaðnum, Taipei, til Kinmen oynna við 53 ferðafólkum umborð. Flogfarið rakti eina brúgv tá tað datt niður í ánna. Taivanska høvuðstíðindastovan, CNA, veit at siga, at í minsta lagi 10 fólk eru bjargað. Fyri hálvum ári síðani datt eitt annað TransAsia flogfar niður, tá tað skuldi seta seg á Penghu oynni í Taivan. Tá lótu 48 fólk lív og 10 fingu skaða. Ein heimsumfatandi kanning vísir, at um fiskastovnurin, sum fuglurin livir av, fer niður um 1 3, so minkar talið av pisum í stórum. Eisini sveiggini gerast størri, og í nógvum førum gevast fuglarnir at reiðrast. Granskarar hava samanborið 14 sjófuglasløg í 7 ymiskum vist skipanum fyri at kanna, hvussu broytingar í føðigrundarlagnum ávirka talið av pisum, sum koma undan. Í Føroyum er nebbasildin tann fiskurin, sum teir flestu fuglarnir eta um summarið, men av tí at nebbasild ikki verður veidd undir Føroyum, hava vit ikki tøl fyri, hvussu stórur stovnurin av vaksnari nebbasild hevur verið. Yngulkanningar verða tó gjørdar, og tær geva ábending um, hvussu stendur til, og harafturat hava vit fuglateljingar, sum eisini kunnu hjálpa til. Sera fáar pisur eru komnar undan seinastu 12 árini, hjá teimum fuglunum, sum vanliga føða pisurnar við nebbasild til dømis lomviga, lunda, ritu og ternu. Tí kann sigast, at nebbasildastovnurin seinastu 12 árini hevur verið undir 1 3 av tí, sum hann var, tá ið hann var upp á tað mesta. Helst hevur nebbasildastovnurin verið munandi minni summi av árunum, tí magakanningar av toski vísa, at heldur ikki toskurin hevur fingið fatur á nógvari nebbasild. Toskurin hevur tó funnið meira nebbasild seinastu árini, men enn er lítil bati at síggja í sjófuglinum. Niels Juel Arge hevur verið fyribils fíggjarleiðari síðani august í fjør, tá fíggjarleiðarin, sum tá var, varð uppsagdur. Niels Juel Arge var eisini fíggjarleiðari og fyribils stjóri á Strandferðsluni árini 2006 2007. Niels Juel er útbúgvin cand.merc.aud og hevur ískoytisútbúgving í journalistikki. Fíggjarleiðarin hevur ábyrgdina av og skipar fyri fíggjarstýringini og roknskaparhaldinum og er eisini í leiðslubólkinum hjá Strandfaraskipum landsins. Fyri veður og myrkur bar ikki til at fáa tyrluna hjá Atlantic Airways til hjálpar, men har vóru onnur skip á leiðini, sum komu til hjálpar. Tey vóru Beinisvørð og Kúrberg. Grunnabarð kláraði ikki at halda lens, men trý korter eftir at lekin varð staðfestur var fyrsta pumpan av Beinisvørði komin um borð á Grunnabarð. Langt var hjá Brimli at sigla, so MRCC vildi hava størri og betur útgjørt skip á staðið og bað tí Fagraberg um at fara Grunnabarði til hjálpar. Tá fekk Grunnabarð fleiri pumpur umborð. Sjógvur kom nú ikki longur upp á motorin. Stutt fyri midnátt mánakvøldið var Brimil hjá Grunnabarði, og tey bæði skipini umframt Beinisvørð og Kúrberg settu kós móti Føroyum. Tey vóru tá 60 fjórðingar í útsynning sunnan úr Akrabergi. Ferðin var lítil, fýra fimm fjórðingar, tí girið hjá Grunnabarði gjørdist ov heitt, upplýsir Sjóbjargingarstøðin, MRCC. Ein heimsumfatandi kanning vísir, at um fiskastovnurin, sum fuglurin livir av, fer niður um 1 3, so minkar talið av pisum í stórum. Eisini sveiggini gerast størri, og í nógvum førum gevast fuglarnir at reiðrast. Fer fiskastovnurin niður um hetta markið, fær fuglurin ikki fatur á nóg nógvum fiski til sín og pisurnar. Tað skrivar havstovan á heimasíðu síni. Granskarar hava samanborið 14 sjófuglasløg í 7 ymiskum vistskipanum fyri at kanna, hvussu broytingar í føðigrundarlagnum ávirka talið av pisum, sum koma undan. Í Føroyum er nebbasildin tann fiskurin, sum teir flestu fuglarnir eta um summarið, men av tí at nebbasild ikki verður veidd undir Føroyum, hava vit ikki tøl fyri, hvussu stórur stovnurin av vaksnari nebbasild hevur verið. Sera fáar pisur eru komnar undan seinastu 12 árini, hjá teimum fuglunum, sum vanliga føða pisurnar við nebbasild til dømis lomviga, lunda, ritu og ternu. Tí kann sigast, at nebbasildastovnurin seinastu 12 árini hevur verið niðanfyri 1 3 av tí, sum hann var, tá ið hann var upp á tað mesta, skrivar havstovan. Helst hevur nebbasildastovnurin verið munandi minni summi av árunum, tí magakanningar av toski vísa, at heldur ikki toskurin hevur fingið fatur á nógvari nebbasild. Toskurin hevur tó funnið meira nebbasild seinastu árini, men enn er lítil bati at síggja í sjófuglinum, skrivar Havstovan. Í løtuni er arbeiðsloysið 3,2 prosent. Broytingaruppskotið í farloyvisskipanini ger, at ALS sparir 3,3 milliónir krónur , sigur Vinnumálaráðið. Krøvini til arbeiðsleys verða eisini herd. Tey skulu hava skyldu til at vera við í teimum arbeiðsskapandi átøkunum, sum ALS bjóðar. Men Johan Dahl, landsstýrismaður, tók sjálvur málið aftur beint fyri jól, tí, sum hann segði í løgtinginum, hevði hann fingið skeivar upplýsingar frá ALS um farloyvisskipanina. Men tá fyrsta viðgerð hevði verið í løgtinginum fekk landsstýrismaðurin at vita frá Vinnunevndini, at skipanin kostar fýra milliónir krónur. Í lógaruppskotinum, sum nú er á veg, koma eisini greiðari ásetingar um arbeiðsmarknaðarátøk, sum ALS bjóðar arbeiðsleysum og arbeiðsgevarum. Lógin verður herd soleiðis, at staðilig heimild kemur í lógini, so til ber at krevja, at arbeiðsleys hava skyldu at vera við í arbeiðsmarknaðarátøkum, og staðiliga heimild at geva arbeiðsleysum karantenu, vilja tey ikki vera við í arbeiðsmarknaðarátøkunum hjá ALS. Í summar beint fyri ólavssøku skipa nøkur sum eru vaksin upp í grannalagnum har Skansin er, fyri tveimum skansadøgnum til eitt hugnaligt afturhvarv, sum tey sjálvi kalla tað. Tvey teirra sum fyrireika hesar skansadagarnar eru Laura Joensen og Heri Kragesteen. Eg sat mangan á einum bonki niðri í Steinatúni. Skitin, fullur og við sárum í øllum andlitinum. Hvørjaferð eg byrjaði at hugsa um mína støðu, skundaði eg mær at drekka alkohol ella taka okkurt rúsevni, soleiðis at eg kundi drepa tær døpru kenslurnar. Soleiðis sigur 47 ára gamli Martin Kúrberg, sum í dag starvast sum dagligur leiðari á Herberginum í Havn. Í nógv ár var hann bundin at alkoholi og rúsevnum, og hann kom so langt út, at hann í fleiri umførum búði úti á gøtuni í Havn. Onkur vil kanska siga, at tá tú ert í eini slíkari støðu, so mást tú bara taka teg saman og fáa skil á. Men tað er bara so ótrúliga trupult, tá tú meir ella minni hevur spælt tær av við alt og hatar tann persónin, tú ert, sigur Martin Kúrberg. Í Vegamótinum hesaferð fortelur Martin Kúrberg millum annað um truplu barna og ungdómsárini, hvussu hann upplivdi gerandisdagin sum heimleysur í Føroyum, og hvat tað var, sum gjørdi, at hann fyri 18 árum síðani megnaði at fóta sær aftur. Eisini greiðir hann frá, hvussu hann brúkar egnu lívsroyndirnar í starvinum sum leiðari á Herberginum. Virðir, skyldur og ávirkan eru lyklaorðini, nú Alzheimersfelagið og Kommunufelagið skipa fyri stórari ráðstevnu Halldis Joensen, forkvinna í Alzheimersfelagnum, Eyðun Christiansen stjóri í Kommunufelagnum og Jonhard Larsen avvarðandi vóru í útvarpsstovuni Eftir atsóknina hevur Charlie Hebdo fingið góðar 2,3 milliónir evrur, sum svarar til 17,7 krónur, í peningagávu. Peningurin fer til avvarandi hjá teimum, sum lótu lív, sigur Eric Portheault, leiðandi redaktørur á blaðnum. Bara eina viku eftir atsóknina kom blaðið útaftur. Tá var stórur eftirspurningur eftir blaðnum úr útlondum, og tí var tað prentað í 7,3 miljónum eintøkum. Lisa Listafólkasamband Føroya sum er meginfelag hjá listafólkafeløgnunum í landinum, skipar fyri evnisdegi um stýrisleistir og fatanir á lista og mentanarøkinum í Norðurstovu í Norðurlandahúsinum. Formaður í Lisa er Bárður í Bajansstovu Aktiv og passiv deyðshjálp eru torførar, etiskar tvístøður. Truplir spurningar daga undan, tá vit tosa um ófødda barnið. Til ber at kanna eftir ymsum brekum og sjúkum, men nær skal mann gera, sum mælt verður til og nær skal mann ikki. Øll fegnast vit um alt tað ótrúliga, sum læknavísindin kann í dag, men avgerðin er, tá samanum kemur, tín og mín. Vit práta við Eydnu Skaale, sum eigur sonir Benjamin, ið varð fjølbrekaður vegna ilttrot. Fimtihvør limur hevði verið hjá lækna fyri strongd, og umleið tíggjundi hvør hevði verið sjúkrameldaður av strongd. Yvir 700 limir í Starvsmannafelagnum vóru við í kanningini. Størra helvtin metti, at strongdin hevði sín uppruna á arbeiðsplássinum, og at orsøkin í flestu førum var ov stór arbeiðsbyrða. Skerjingar hava stóra ávirkan, og tey viðurskiftini tekur Starvsmannafelagið í størsta álvara, sigur forkvinnan, Selma Ellingsgaard Verjan av einstaklinginum skal tryggjast, og tí skal alt lógarverk, ið so ella so hevur við ílegugransking at gera, endurskoðast Birita Ludvíksdóttir er forkvinna í arbeiðsbólkinum, sum er settur av landsstýrismanninum í heilsumálum. Arbeiðsbólkurin verður væntandi liðugur við tilmælið um tveir mánaðir, og lógarbroytingar verða møguliga klárar til næstu tingsetu, sigur Birita Ludvíksdóttir. Umleið 30 persónar eru ikki komnir afturíaftur ella sita framvegis innstongd í vraklutum frá flogfarinum, sum tíðliga í morgun datt niður í Teivan. Leiðarin fyri bjargingarliðnum á staðnum sigur, at í løtuni er hann ikki bjartskygdur. Tey, sum hava sitið fremst í flogfarinum hava helst latið lív, sigur Wu Jun hong við blaðið The Guardian. TransAsia flogfarið fór úr lufthavinini í høvuðsstaðnum, Taipei, við kós móti Kinmen oynni, tá tað brádliga fall í hæddini og datt niður í eina á. Stjórin fyri TransAsia, Peter Chen, hevur biðið um umbering fyri vanlukkuna og vissar um, at felagið fer at hjálpa offrum og avvarandi. Talan er um verkætlan, sum hevur til endamáls at fáa øll føroysku bløðini út til fólk. Bløðini, sum í mars mánaði verða tøk at lesa á telduni, eru tey, sum higartil hava ligið á mikrofilmi. Men av tí, at ikki øll tíðarrit og bløð hava verið avmyndað á mikrofilmi, verður savnið ikki heilt fullfíggjað. Erling Kjærbo er verkætlanarleiðari, og hann sigur við Sosialin, at í fyrstuni verður leitiskipanin nakað skerd, men seinni í ár verða dagføringar gjørdar, so brúkarin millum annað sleppur at leita eftir einum orði í øllum bløðunum í senn. Børnini mugu hava atgongd til óendaliga ymiskar møguleikar at úttrykkja seg við sínum hundrað málum, og ikki minst tí estetiska og empatiska, sum børn brúka í síni læring og granskan av verðini . Soleiðis ljóðar eitt av fýra málum í hugsjónini, sum verkætlanin Ljós hevur arbeitt við og nú sýnir fram. Verkætlanin byggir á hugsjónina Reggio Emilia , sum stavar úr Italia. Átta dagstovnar í Tórshavnar kommunu eru við í verkætlanini. Samgonguflokkarnir fingu í síðstu viku eitt uppskot um Vágatunnilin frá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni. Jørgen Niclasen vil sjálvur ikki siga nakað um málið nú, heldur ikki, um báðir undirsjóvartunlarnir eru við í uppskotinum. Sum skilst er ætlanin hjá Jørgeni Niclasen at lata Landsverki Vágatunnilin og Norðoyatunnilin, og tað skal gerast ókeypis at koyra í tunlunum. Sambært lógunum um teir báðar undirsjóvartunlarnar skal landið fáa teir, tá teir eru goldnir. Men lógin er ikki greið, í øllum kann hon tulkast, og tað verður hon eisini. Eru tunlarnir goldnir, tá lánini úr Íleggingargrunninum eru goldin, ella, tá landið eisini hevur fingið tað aftur, sum landið setti í tunlarnar. Jørgen Niclasen segði í august í fjør, at tá lánið hjá Vágatunlinum er goldið, skal bummgjaldið burtur. Hann arbeiddi tá við einum lógaruppskoti um bummgjaldið. Sum skilst er tað hetta lógaruppskotið, sum samgonguflokkarnir nú hava fingið. Men semja er ikki í samgonguni um hetta. Tá Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, svaraði fyrispurningi frá Poul Michelsen, løgtingsmanni, segði hann, at innskotini hjá landinum skulu eisini gjaldast aftur, áðrenn bummgjøldini verða strikað. Jørgen Niclasen hevur eisini svarað fyrispurningi, hann var frá Eivini Jacobsen, løgtingsmanni. Jørgen Niclasen segði tá, at almenna fatanin er, at bummgjøldini bara skuldu fíggja lánsgjøldini, ikki innskotið frá landinum. Tá lógin kann tulkast báðar vegir, ætlar Jørgen Niclasen at fáa løgtingið at broyta hana, so eingin ivi longur er um, hvat lógin sigur. Lánið hjá P f Vágatunlinum eru at kalla goldin, landið setti 160 milliónir krónur í Vágatunnilin. Lánið hjá P f Norðoyatunlinum verður goldið um nøkur ár. Landið setti 235 milliónir krónur í Norðoyatunnilin. Framsókn skjýtur upp, at landsstýrið skal leggja fram lógaruppskot um, at eitt alment partafelag skal eiga, reka og umsita almenna fjarskiftiskervið til frama fyri kappingina á kunningar og samskiftismarknaðinum. Dótturfelagið hjá Føroya Tele, FT Net, rekur og umsitur sum er einasta fjarskiftiskervið í landinum. Felagið er veitari hjá øllum KT og telefyritøkum í landinum, eisini Føroya Tele sjálvum, Vodafone og Elektron. Føroya Tele er sostatt í dupultleiklutinum sum bæði útbjóðari og kundi. Henda støðan ger, at Føroya Tele hevur serligan fyrimun av sambandinum við FT Net, men hon er til bága fyri kappingarneytarnar, sigur Poul Michelsen í viðmerkingunum til uppskotið. Flestu serfrøðingar eru á einum máli um, at verður Føroya Tele einaferð einskilt, skal virksemið í FT Neti ikki seljast, men varðveitast í einum almennum felag. Við leggja ognarrættin, raksturin og umsitingina av almenna fjarskiftiskervinum í eitt sjálvstøðugt alment partafelag, er sostatt eisini greitt at einskilja Føroya Tele, um og tá tað verður aktuelt, sigur Framsókn. Helvtin av limunum í Starvsmannafelagnum hava kent seg strongdar, og 10 prosent hava verið sjúkrameldaðir fyri strongd, vísir kanning hjá Starvsmannafelagnum. Politikararnir mugu gera okkurt við trupulleikan, sigur Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum. Arbeiðseftirlitið fer nú at seta skjøtul á arbeiðið við sálarligum umhvørvi, lovar Jóhan Dahl, sum viðgongur, at hann og aðrir politikarar hava raðfest økið ov lítið. Niclas Heri Jákupsson, ráðgevi í strongd, heldur at øll arbeiðspláss eiga at gera sær mannagongdir um at handfara strongd. Hoyr Niclas Hera Jákupsson, Selmu Ellingsgaard og Jóhan Dahl skifta orð um strongd. Ludvík við Stein bjóðaði í 2012 landsstýrinum 100 milliónir krónur fyri 40.000 tons av makreli. Landsstýrið takkaði nei. Men nú keypir Ludvík við Stein sama makrelin frá onkrum privatum, sum hava fingið makrelkvotu úr Fiskimálaráðnum. Og reiðarin á línuskipinum, got, Eyðstein Poulsen, ætlar nú at fáa lønandi vinnu burturúr at fiska makrel við dorg. Soleiðis gera tey í Norra, og tað sama kunnu vit gera í Føroyum, heldur reiðarin. Sørvágs kommuna varð fyrst kærd til Løgtingsins umboðsmann fyri ikki at svara einari umbøn frá Brunaeftirlitinum um innlit í byggimálið hjá P f Vága Floghavn. Ein ráðgevi hjá Sørvágs kommunu, felagið Notir, gav fyri kommununa Vága Floghavn loyvi til at brúka nýggju farstøðina, uttan at Brunaeftirlitið frammanundan hevði havt høvi til at sýna bygningin. Løgtingsins umboðsmaður sigur, at Kommununala eftirlitið kann áleggja Sørvágs kommunu at geva Brunaeftirlitinum umbidna innlitið í skjølini, sum Brunaeftirlitið skal brúka fyri at røkja sína lógarfestu uppgávu. Men tað bar ikki til, tí P f Vága Floghavn fekk loyvi frá Sørvágs kommunu at brúka farstøðina, uttan at Brunaeftirlitið fekk høvi at gera sítt sýn. Og hetta sýnið hevur framvegis ikki verið, nú farstøðin er brúkt í meira enn hálvt ár. Til tess at verja rækjustovnin hava grønlendsku politikararnir avgjørt at lurta eftir lívfrøðingunum og lækkað rækjukvotuna, hóast helvtin av grønlendska fiskaútflutninginum er rækja. Rækjukvotan hjá grønlendingum er minkað 14 prosent, men kvotan hjá danska reiðarínum Ocean Prawn er lækkað niður í helvt eftir fáum árum, skrivar danska kringvarpið. Eg skilji væl, at grønlendsku starvsfelagar okkara siga, at teir sjálvir eru førir fyri at fiska alla rækjuna einsamallir. Men hinvegin vóru vit við til at menna rækjufiskiskapin í Grønlandi, og vit fiskaðu rækju, áðrenn grønlendingar vistu, at tað bar til at fiska rækju, sigur hann. Men grønlendsku politikararnir hava avgjørt at umsita rækjukvoturnar soleiðis, tí teir eru noyddir at verja búskapin, sigur Rikke Becker Jacobsen, sum granskar í grønlendskari fiskivinnu á lærda háskúlanum í Aalborg. 92 prosent av øllum grønlendska útflutninginum eru fiskavørur, og rækjur umboða helvtina av øllum útfluttum fiskavørum. Tí hevur rækja sera stóran týdning fyri grønlendska samfelagið, sigur hon. Rannvá Skaalum Petersen, sum tók bestu myndina, sigur soleiðis um hana Myndin er tikin beint uttan fyri Sørvág av vinkonu míni, ið valdi at fáa sær ein lítlan svimjitúr. Morgunsendingin takkar fyri tey fleiri enn 100 verkini, sum tóku lut í fyrsta tiltakinum. Nú verður farið undir nýtt tiltak, og evnið hesa ferð er húsarúm . Um tú hevur hug at taka av avbjóðingini, so er at gera verkið, taka mynd av tí og senda hesa til morgunsendingina. Teldupostbústaðurin er her. Eisini er gjørligt at senda myndina til facebook vangan hjá morgunsendingini. Karius og Baktus, Klintrimús og Dólgarnar í Kardamummubýnum barnaheimurin hjá Torbjørn Egner verður í Skálanum í Norðurlandahúsinum og í Klingruni eru fleiri pallar settir upp og tey vitjandi eru vælkomin at leggja fleiri pallar afturat listaverkinum Teivansku myndugleikarnir siga, at teir hava ikki kunngjørt upptøkuna, sum tí helst stavar frá fólki, sum hava lurtað eftir radio samskiftinum. Brádliga misti flogfarið flogið, vongurin rakti ein hýruvogn, sum koyrdi eftir einari brúgv, og tað datt síðani niður í eina á í teivanska høvuðsstaðnum. Føroyar hava fyrr verið í bólki saman við Russlandi, og tey flestu munnu minnast 1 0 sigurin í Gundadali í 2009, sum kom við máli frá Jóani Símun Edmundsson. Aserbadjan er eisini ein gamal kenningur hjá føroyska U 21 landsliðnum. Aserbadjan og Føroyar vóru í sama bólki í fyrstu undankappingini, sum Føroyar luttóku í. Føroyar fingu stig í báðum dystunum, sum vórðu spældir í 2007 og 2008. Føroyar vunnu 1 0 á heimavølli, og útidysturin endaði við 2 2 javnleiki. 2016 25 03 2016 Týskland Føroyar 29 03 2016 Eysturríki Føroyar 02 06 2016 Føroyar Finnland 01 09 2016 Føroyar Russland 06 09 2016 Aseradjan Føroyar 07 10 2016 Føroyar Eysturríki Avgerðin um at seta Ova Brim í starv sum sóknarprest varð kærd 28. november í fjør. Kærarin, sum var ein av umsøkjarunum, metti millum annað, at fleiri limir í setanarbólkinum vóru ógegnigir. Í kæruni vísir hann á fleiri viðurskifti. Eitt nú, at deknurin í kirkjuni er pápi Ova Brim. Formaðurin í Kirkjuráðnum er systkinabarn pápa Ova Brim, og annar deknur í kirkjuni er kona kirkjuráðsformannin. Ein annar kirkjuráðslimur er beiggi konu formannin í Kirkjuráðnum. Tað eru bert tvey av teimum fýra, sum kærarin nevnir, sum sita í setanarbólkinum. Ein er systkinabarn pápa umsøkjaran, og ein er svágdur systkinabarnið hjá umsøkjaranum. Tað heldur mentamálaráðið ikki ger limirnar ógegnigar. Ein samdur setanarbólkur mælti upprunaliga til, at Ove Brim var settur í starvið. Men Ove Brim náddi ikki at verða innsettur, áðrenn kært var um setanina. TransAsia flogfarið fór úr lufthavinini í høvuðsstaðnum, Taipei, við kós móti Kinmen oynni, tá tað brádliga fall í hæddini og datt niður í eina á. Shisa Brand. Soleiðis kallast ein kjallarafyritøka í Gundadali í Havn, sum roynir at fóta sær á heimliga og útlendska klædnavørumarknaðinum. Ein ov stór erma til eina skipstroyggju var byrjanin til hetta átakið hjá sjálvlærda sniðgevanum, ið fór úr einum tryggum og góðum starvi fyri at gera dreym sín til veruleika. Bárður Nielsen, formaður í fíggjarnevndini, undrast á, at útrokningar nú vísa, at tað verður dýrari at hækka viðbótina til pensjónistar seinna hálvár enn fíggjarnevndin metti, tá hon gjørdi sítt uppskot í sambandi við fíggjarlógina. Tøl, sum fíggjarnevndin arbeiddi við, vístu, at tað fór at kosta 10 milliónir krónur at hækka viðbótina 350 krónur um mánaðin frá 1. juli. Í ár verða 7.822 pensjónistar. Í 2013 vóru 4.500 pensjónistar, sum fingu fulla viðbót, 650 fingu partvísa viðbót, og 2672 fingu onga viðbót. Hóast politisk undirtøka ikki er fyri at lata tað almenna selja makrelkvotur, so verða somu kvotur handlaðar á privata marknaðinum. Ludvík við Stein heldur tað tó vera ruddiligast, um kvoturnar vórðu keyptar frá tí almenna, heldur enn onkrum privatum. Hann umboðar tveir trolarar í bólki 2, sum longu hava fiskað meginpartin av síni makrelkvotu fyri 2015. Nú roynir Ludvík við Stein at keypa kvotur frá privatum reiðaríum, sum hava fingið tær útlutaðar úr Fiskimálaráðnum. Jón Brian Hvidtfeldt tosaði við Ludvík við Stein, stjóra í Fjord Fishing and Finance og partaeigara í reiðarínum Jókin í Hvalba. Ein longri samrøða við Ludvík við Stein var í Radaranum hesaferð. Sendingin er á heimasíðuni hjá okkum kvf.fo David Im flutti herfyri til Klaksvíkar at búgva. Jógvan Skorheim er borgarstjóri í Klaksvík, og hann sigur soleiðis við Sigmar Bláberg, sum hevur gjørt innslagið Taks sigur, at talan var um fjalda útluting av vinningsbýti, tá 11 eigarar í partafelagnum Vinnuni í Gøtu á heysti í 2005 seldu síni partabrøv í Vinnuni til sítt egna, nýstovnaða holdingfelag, P f 30.september 2005. Sambært Taks eiga teir 11 partaeigararnir at gjalda kapitalvinningsskatt fyri søluna, 53,4 milliónir krónur, og tað var eisini niðurstøðan hjá Skatta og avgjaldskærunevndini. P f Vinnan góðtók ikki hesa avgerðina. Tey 11 avgjørdu tó í fyrstu atløgu at gjalda skattin, 53,4 milliónir krónur, men tað varð gjørt undir mótmæli. Taks varð síðani stevnt. 14.juni í 2011 fall dómur í Føroya rætti, sum gav Vinnuni viðhald. Taks fór í Eystara landsrætt við málinum, men 7.november í 2012 fekk Vinnan eisini viðhald har. Eftir dómin í Landsrættinum fingu partaeigararnir pengarnar aftur frá Taks. Við rentum og sakarkostnaði var upphæddin nú komin upp í 70 milliónir krónur Taks fekk síðani loyvi til at fara í Hægstarætt við málinum. Steffen Sværke, advokatur hjá Kamaradvokatinum, umboðar Taks í Hægstarætti. Hann plagar at hava sakarmálini hjá danska skattavaldinum. Christian Andreassen er advokatur hjá teimum 11 partaeigarunum í Vinnuni. Fýra flokkar, Danski Fólkaflokkurin, Vinstri, Liberal Alliance og Konservativi flokkurin, fara at spyrja Helle Thorning Scmidt, forsætisráðharra, um búskaparstøðuna í Grønlandi. Hon fær spurningar um hallið í grønlendsku fíggjarlógini, vaksandi arbeiðsloysið og vaksandi fátækradømið, vantandi íløgur og, at fólk flyta úr Grønlandi, skrivar KNR, grønlendska kringvarpið. Teir fýra flokkarnir fara eisini at spyrja forsætisráðharran, hvørjar ætlanir danska stjórnin hevur um at hjálpa Grønlandi í sera djúpu kreppuni, sum Grønland er í. Johan Lund Olsen, fólkatingmaður fyri Inuit Ataqatigiit, heldur tað vera óhóskandi, at eitt tjóðarting tekur stig til at viðgera búskapin í øðrum landi. Hann sigur tó, at hann fer at vera við í orðaskiftinum í fólkatinginum um búskapin í Grønlandi. Hin grønlendski fólkatingsmaðurin, Nick Nielsen í Siumut, verður eisini við í orðaskiftinum Svendsen er hansara mest spælda verk og er á skránni hjá mangum violinleikara. Vakra innleiðandi temaið hugtekur beinanvegin, og innímillum kemur eitt meira skjótt miðpetti, sum aftur leiðr til inniliga inngangin.Per Gynt suituna skrivaði Edvard Grieg eftir áheitan frá Henrikki Ibsen, sum hevði skrivað sjónleikin av sama navni. Hann skrivaði næstan 40 tónleikabrot til sjónleikin, men her verða bert tey kendastu spæld, og sum eisini Grieg sjálvur setti saman til eina suitu. Næsta verkið á skránni er eftir Tchaikowsky, og eitur Djúphugsan í samband við eitt vakurt stað ella umhvørvi. Hann er staddur á einum Harragarði í Ukraine, helst á hálvoynni Krim. Verkið er skrivað samstundis, sum hann er í holt við sína kendu violinkonsert. Eitt verk í trimum brotum, bæði inniligt og virtuost, so solisturin veruliga kann sýna sínar musisku gávur og tøkniliga førleika Symfoni no. 9 Úr nýggju verðini eftir Antonin Dvorak Konsertin endar við 9. Symfoniini eftir tjekkiska tónaskaldinum Antonin Dvorak. Men henda symfoniin er ikki skrivað í heimlandinum, men í USA Um Guro Kleven Hagen Tað verður unga, norska Guro Kleven Hagen, sum kemur at spæla hesi bæði verkini. Hon er fødd í Valdres í 1994 og fór sum smágenta at spæla violin. Hon hevur sum tannáringur vunnið fleiri alheims virðislønir. Hon var í 2008 ársins tónleikari í Noreg, og í 2010 vann hon sum fyrsti normaður internationalu Menuhnin kappingina. Hon er komin her í samband við noregsdagarnar í Norðurlandahúsinum, konsertin er eitt samarbeiði millum NH og Fso Tað var í 1990 at Operasjón Dagsverk fyri fyrstu ferð varð fyriskipað av føroyingum til eina føroyska verkætlan. Peningurin, ið varð samlaður inn, skuldi fara til at byggja TAEPO, ein verkstaðsskúla, ein framhalds og miðnámsskúla í Cochis. Útbúgvingin, sum børnini kunnu taka har, svarar til HTX í Tekniska skúla í Klaksvík. Allir føroysku skúlarnir vóru við miðnámsskúlar, fólkaskúlar, Fróðskaparsetrið, Sjónmansskúlin og annað. Næmingar á Sjómansskúlanum seldu fisk, næmingar á Tekniska skúla bygdu hjallar og aðrir næmingar spældu tónleik á gøtunum ella funnu sær eit daglønarstarv. Í alt komu savnaðu tey 450.000 krónur, sum síðani varð byrjanin til TAEPO. Randi Meitel, lærari, sum eisini hevur fylgt verkætlanini øll 25 árini, heldur at Bolivia hjálpin er ein sólkinssøga. Men leggur afturat, at hetta kemst av tí, at føroyingar ikki hava kroyst verkætlanina omaná bolivianararnar. Lykilin til sólskinssøguna er, at íbúgvararnir sjálvir hava tikið stig til átakið. Lurtari heldur tað vera ein ósið, tá jarðaferð er, at fólk koma fram til tey avvarðandi og heilsa. Hann heldur, at tey skulu heldur sitið kúrr í kirkjuni og latið tey avvarðandi havt síðstu løtuna í friði í kirkjuni. Kvinna skrivar, at maðurin hjá eini konuni í binidklubbanum situr og letst at lesa, tá tær eru har. Hetta ger, at tær als ikki kunnu tosa frítt, tí hann situr og lurtar. Og so skrivar kvinna viðmerking til ein spurning, sum var í Also um hetta at kvinnur baka kakur til ymsar føðingardagar. Henda kvinnan fegnast um henda sið, tí tað ger tað gjørligt hjá mangari familju at halda føðingardag. Staka kvinnan, sum livir einsamøll við børnunum og klárar seg fínt, heldur seg kenna ein ótta hjá vinkonunum, at hon kanska skuldi kunnað farið avstað við onkrum av monnunum. Viðhvørt verður hon ikki boðin við og hetta særir hana. Lítla Dímun er einasta privata oyggj í Føroyum. Hvalbingar keyptu hana á uppboðssølu 24. august í 1850 frá kongi, og síðan hava teir fingið seyð, fugl og egg úr oynni. Sendingin lýsir søguna og nútíðina hjá oynni. Í brattanum og bjørgunum vóru eigararnir manga vandamikla ferð, og stundum duttu menn oman ella vóru veðurfastir í oynni. Menn og kvinnur í Hvalba siga frá søgunum. Í sendingini eru vit millum annað við hvalbingum eftir slakti og lomvigareggum í 2014 Lagt til rættis Uni Arge og Hans Petur Hansen, 2014 Eru nýtíðar føroyskar bókmentir nóg spennandi Røkka høvundarnir út til lesaran Eru søgurnar nóg viðkomandi Eru okkara mest fagnaðu høvundar vorðnir høvundar hjá ummælarum heldur enn fjøldini Ella er tað lesarunum, ið tað er galið við Slíkir spurningar vórðu fyri í dag. Í sendingini hoyra vit Ann Ellefsen, Heðin M. Klein, Hanus Kamban, Carl Jóhan Jensen, Oddvør Johansen, Carsten Jensen og onnur. Hálvtriðja króna kilo er á góðari leið, tá makrelkvotur verða seldar á privata marknaðinum. Tað heldur Ludvík við Stein, sum í 2012 bjóðaði Fiskimálaráðnum 100 milliónir krónur fyri at sleppa at fiska 40.000 tons av makreli. Var øll makrelkvotan seld fyri tann prísin, hevði landskassin kunna fingið 332 milliónir krónur. Sangurin Elska Teg, sum kom út í januar í fjør, fekk eina heldur harða móttøku. Á sosialu miðlunum fekk Ester nógvar ábreiðslur og persónligar atfinningar fyri at hava stolið lagið Halo úr sendirøðini One Three Hill. Men nú er vent í holuni. Hóast tað hevur verið hart, hevur Ester nú fótað sær. Hon hevur saman við Eir í Ólavsstovu gjørt nýtt tónleikaljóðband, sum varð kunngjørt í dag. Loftbrúgvin til listafólk er eitt samstarv millum Norðurlandahúsið í Føroyum, Tórshavnar kommunu, Atlantic Airways og Mentamálaráðið. Endamálið er at breiða kunnleikan um føroyska mentan í útlondum við at stuðla listafólkum við loftvegis flutningi til útlond og aftur í sambandi við verkætlanir ella tiltøk uttan fyri Føroyar. Johan Petur Hentze trivnaðarstjóri greiddi frá í morgun Norðlýsið skrivar, at samtakið, sum eigur nótaskipini Norðborg og Christian í Grótinum, hevur arbeitt við eini ætlan um at byggja góðskingarvirki í Klaksvík, men av tí at 25 prosent tollur er á vørum, sum verða virkaðar úr makreli og sild, hevur hetta ikki borið til. Tá tað frættist, at fyritøkan Larsen Seafood var farin í gjaldsteðg og var til sølu, varð farið at kanna møguleikan at keypa virkið í Týsklandi, og í gjár skrivaði Christian í Grótinum samtakið undir sáttmála vvið bústjóran um at keypa bygningar, maskinur og goymslur yvir í eitt nýstovnað felag í Týsklandi. Norðlýsið skrivar, at virksemið hjá Larsen Seafood er ongantíð steðgað, og meðan gjaldsteðgur hevur verið, hevur fyritøkan røkt sínar skyldur mótvegis kundunum. Tað ber í sær, at samtakið í Klaksvík tekur yvir tvær verksmiðjur, sum góðska og selja hvønn dag. Málið hjá samtakinum Christian í Grótinum er framvegis at byggja eitt góðskingarvirki í Klaksvík, og sagt verður, at íløgan í Týsklandi er eitt gott útgangsstøði fyri hesum. Ætlanin er at góðska og selja 3,8 milliónir milliónir dósir av makreli um mánaðin, ella 45 milliónir dósir um árið á virkinum í Flensburg. Brunaeftirlitið fekk ikki innlit í byggimálið um farstøðina hjá P F Vága Floghavn. Nú hevur Sørvágs kommuna latið Brunaeftirlitinum skjølini Brunaeftirlitið sleppur nú at síggja øll skjøl, sum Sørvágs kommuna hevur um byggiloyvið og nýtsluloyvið, sum P f Vága Floghavn fekk til farstøðina á flogvøllinum. Tá kommunan ikki svaraði, kærdi Brunaeftirlitið tann 13.november til Løgtingsins umboðsmann, sum sendi kæruna víðari til Kommunala eftirlitið. Fyri viku síðani fekk Vørn Brunaeftirlitið er stovnur undir Vørn bræv frá advokatinum hjá Sørvágs kommunu, sum sigur, at Brunaeftirlitið hevur fingið alt tilfarið um byggimálið, sum biðið er um. Advokaturin mælir til fund millum Vørn og Sørvágs kommunu, so Brunaeftirlitið kann fara gjøgnum skjalgoymsluna hjá kommununi og síðani biðja um tey skjøl, Brunaeftirlitið vil hava. Almennur stuðul verður nú latin privatum tíðindamiðlum, sum í stóran mun hava kritiskan journalistikk, kunna um aktuell føroysk samfelagsviðurskifti og viðgera viðkomandi útlendsk ella altjóða viðurskifti úr einum føroyskum sjónarhorni. Høvuðsendamálið við at veita redaksjónsstuðul er at tryggja, at tilfar, sum verður givið út ella almannakunngjørt, er redaktionelt viðgjørt og eftirkannað. Harumframt er endamálið at birta upp undir eina álítandi tíðindamentan, sum ger, at fólk við vissu kunnu lesa, síggja og hoyra tíðindi við trúvirði. Sambært uppskotinum kann hvør miðil fáa í mesta lagi 200.000 krónur til blaðútbering, 150.000 krónur til sendinet og 500.000 krónur til redaksjónina. Eitt blað kann til dømis fáa í mesta 700.000 krónur úr landskassanum. Eitt fjølmiðil, sum hevur bæði blað og útvarp, kann fáa 850.000 krónur Avstralski forsætisráðharrin, Ton Abbott, er komin undir trýst í sínum egna flokki, og floksfelagar eru farnir at fyrireika eina atkvøðugreiðslu í konservativa flokkinum, um Tony Abbott er rætti maðurin at standa á odda fyri flokkinum. Hetta varð kunngjørt á avstralska tjóðardegnum. Mong halda, at onkur annar átti at verið meiri verdur at fáa henda heiðurin enn bretski prinsurin, og at hetta er tekin um vantandi leiðaraevni hjá forsætisráðharranum og floksformanninum. Enn hevur ongin boðið Tony Abbott av, men fjølmiðlar gita, at næstformaðurin í konservativa flokkinum, Julie Bishop, sum eisini er uttanríkisráðharri, kann vera eitt gott boð. Endamálið við uppskotinum er at minka krabbameinstilburðirnar í húðini, serliga móðurmerkjakrabbamein, og sambært uppskotinum verður forboð s Krabbameinsfelagið fegnast um uppskotið hjá Karsteni Hansen, landsstýrismanni, um at seta aldursmark fyri at fara á sólstovur solarium ett fyri at selja børnum og ungum undir 18 ár tíð á sólstovum. Ein kanning, sum Gallup gjørdi í 2013, vísir, at tað framvegis eru ungfólk, sum taka sól. 24 prosent vóru í aldrinum 15 24 ár, og henda gongdin hevur verið óbroytt síðani 2011. Tað ber ikki til at selja tubbak ella rúsdrekka, har aldursmarkið eisini er 18 ár, í automatum, tí tá er ógjørligt at hava eftirlit við keyparanum. Tað sama ger seg galdandi við solarium sól, og tað er ein veikleiki í lógini, sigur Jákup N. Olsen, formaður í Krabbameinsfelagnum. Vit hoyra stutt brot úr Brynhildartátti. Dagmar Winther, Albert og Martin Djurhuus og Dansifelagið í Havn kvøða ørindi úr Dronning Dagmar, sum vísa munir í kvæðalagnum. Ungfólk við Skálafjørðin kvøða vísuna Flúgvandi Biðil. Vit hoyra eysturoyingar kvøða seinri helvt av Blakman Konge og klaksvíkingar kvøða Harra Pætur og Elinborg. Suðuroyingar eru sera ónøgdir við støðuna, nú breiðbandstænasturnar í Suðuroy ikki virka, sum tær skulu. Fríggjadagin í síðstu viku kom brek á sjókaðalin millum Suðuroynna og Sandoynna, og hetta hevur síðan tá havt ávirkan á fjarskiftistænastur í Suðuroy. Serliga eru tað breiðbandstænastur, sum hava havt skerdan kapasitet. Tí er stig tikið til at savnað inn undirskriftir, fyri at fáa Føroya Tele at fáa sambandið í rættlag. Rúni Thomsen úr Hvalba er stigtakari innsavningina av undirskriftum. Hoyr samrøðu við Rúna Thomsen, stigtakara til innsavning av undirskriftum, og samrøðu við Kristian Davidsen, stjóra. Páll Vesturbú, stjóri í FT Neti, sigur, at arbeitt verður støðugt við at bøta um góðskuna á alnetinum, og í heyst verður ferðin størri, enn hon er nú. Eisini í miðstaðarøkinum er støðan vánalig, og fólk í Kaldbaksbotni og í Norðradali gera vart við, at tey ikki kunnu nýta alnetið. Tað verður broytt nú, lovar Páll Vesturbú, stjóri Nú samtakið hjá Christiani í Grótinum hevur keypt tvey góðskingarvirki í Týsklandi, eru tilsamans 200 arbeiðspláss har tryggjað í stóran mun við føroyskum makreli og føroyskari sild Brynhild Thomsen tosar við Christian Matrin Rasmussen, sum er nevndarformaðurin í samtakinum Christian í Grótinum Landsstýrið bað tann 30.oktober í fjør danska Løgmálaráðið um at fáa reglurnar í føroysku rættargangslógini um varðhaldsfongsul og avbyrging dagførdar. Tá hendan dagføring er komin í gildi, verður sama heimild her sum í Danmark at varðhaldsfongsla fólk í sambandi við álvarslig kynslig brotsverk móti børnum. Í donsku rættargangslógini er ein serlig heimild til at forða fólki, sum eru skuldsett ella dømd, í at ganga leys. Men tá skulu sannlíkindi vera fyri, at skuldsett fara at fáa minst 60 daga treytaleysa fongsulsrevsing, og at ikki verður hildið hóskandi, at skuldsett ella dømd eru leys til dómurin fellur ella tann dømdi skal inn at sita dómin. Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, sum hevur svarað fyrispurningi frá Sirið Stenberg, løgtingskvinnu. Atfinningar hava verið móti dómsvaldinum og ákæruvaldinum, tí fólk, sum eru dømd fyri kynslig brotsverk móti børnum, ikki eru innibyrgd, meðan tey bíða eftir, at mál teirra verður viðgjørt í Landsrættinum ella, meðan tey bíða eftir at fara inn at sita. Dømi eru um, at slík fólk aftur hava gjørt seg inn á børn, meðan tey hava bíðað eftir Landsrættinum ella boðum um at koma inn at sita. Jacob Vestergaard legði fyrrapartin frágreiðing fyri tingið um at einskilja landsjørðina. Hetta er frágreiðingin, sum ein arbeiðsbólkur gjørdi. Tað er onki í vegin fyri at selja tað mesta av landsjørðini, er heimildin til tess, heldur bólkurin. Mælt verður til, at bert persónar, ið hoyra heima í Føroyum, og sum ikki eiga meira enn eini 2 av jørðini íroknað ætlað keyp kunnu keypa landsjørð. Landsjørðin verður seld verandi festarum og leigarum fyri ein mettan marknaðarprís. Jacob Vestergaard segði soleiðis um einskiljingartilgongdina, tá hann legði frágreiðingina fyri tingið fyrrapartin. Orðaskifti um frágreiðingina at einskilja landsjørðina verður í tinginum hósdagin 12. februar. Í fyrstu sendingini kappast vísindadreingirnir ímóti fimleikagentunum, men hvør er betur, og sleppur víðari í kappingini Fá svarið her. Fyrst skulu ein donsk lóg og ein donsk kunngerð setast í gildi í Føroyum, og síðani skal Mentamálaráðíð gera eina føroyska lóg um barnaváttan Í oktober í 2012 samtykti løgtingið eitt uppskot hjá Javnaðarflokkinum um at biðja landsstýrið fáa í lag barnaváttanir í Føroyum. Barnaváttanir skulu avmarka møguleikan hjá fólki, sum fremja kynsligan ágang, at arbeiða við børnum. Tá skipanin er komin, skulu hesi fólk vísa reina barnaváttan, tey skulu ikki vera dømd fyri at hava framt kynsligan ágang móti børnum. Sirið Stenberg, løgtingskvinna, hevur nú spurt løgmann, hvat varð av lógini um barnaváttanir. Kaj Leo Holm Johannesen svarar, at danska lógin um persónsupplýsingar skal setast í gildi í Føroyum fyrst. Lógin er á veg, svarar løgmaður. Og ein kunngerð skal eisini lýsast, so politiið í Føroyum kann skriva út barnaváttanir. Landsstýrið bað tann 30. oktober í fjør danska Løgmálaráðið um at fáa reglurnar í føroysku rættargangslógini um varðhaldsfongsul og avbyrging dagførdar. Tá hendan dagføring er komin í gildi, verður sama heimild her sum í Danmark at varðhaldsfongsla fólk í sambandi við álvarslig kynslig brotsverk móti børnum. Í donsku rættargangslógini er ein serlig heimild til at forða fólki, sum eru skuldsett ella dømd, í at ganga leys. Tá skulu sannlíkindi vera fyri, at skuldsett fara at fáa minst 60 daga treytaleysa fongsulsrevsing, og at ikki verður hildið hóskandi, at skuldsett ella dømd eru leys til dómurin fellur ella tann dømdi skal inn at sita dómin. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, hevur svarað fyrispurningi frá Sirið Stenberg, løgtingskvinnu. Atfinningar hava verið móti dómsvaldinum og ákæruvaldinum. Orsøkin til atfinningarnar er, at fólk, sum eru dømd fyri kynslig brotsverk móti børnum, ikki eru innibyrgd, meðan tey bíða eftir, at mál teirra verður viðgjørt í Landsrættinum ella, meðan tey bíða eftir at fara inn at sita. Dømi eru um, at slík fólk aftur hava gjørt seg inn á børn, meðan tey hava bíðað eftir Landsrættinum ella boðum um at koma inn at sita. Nú byrjar fjarundirvísingin aftur fyri útlendingar, ið vilja læra føroyskt. Á Føroyamálsdeildini verður skipað fyri fjarundirvísing fyri útlendingar í tíðarskeiðnum frá februar og tríggjar mánaðir fram, skrivar Setrið. Skeiðið telur 10 ECTS, og til ber at taka Faroese for Foreigners I og Faroese for Foreigners II. Undirvísingin verður soleiðis, at lesandi fara at hava níggju klassatímar restin er fjarundirvísing. Í fjarundirvísingini fáa lesandi hvørja viku uppgávur, sum tey skulu gera og lata inn. Afturat hesum verða aðrar uppgávur, ið tey skulu gera. Hetta er triðja árið, at Føroyamálsdeildin bjóðar út slíka undirvísing, og er hon treytað av næmingatali. Í ár hava 12 teknað seg. Hesi skulu rinda 2500 krónur fyri skeiðið. Ábyrgd av skeiðnum hevur Hjalmar P. Petersen, og Lena Reinert fer at undirvísa og taka sær av at rætta uppgávurnar. Um talan skal vera um eina veruliga samráðing og viðgerð í hesum álvarsmáli, so eru andstøðuflokkarnir samdir um, at allir flokkar eiga at samráðast í felag og við sama borð. Vit vilja at samgongan er opin um ta semju hon hevur gjørt, og at vit fáa alt neyðugt tilfar og allar greiningar , skriva also Kári P. Højgaard, Poul Michelsen, Høgni Hoydal og Aksel Johannesen. Andstøðuflokkarnir hava verið á fundi við samgonguna um fiskivinnunýskipanina, men samgongan hevur ikki lagt sína semju fyri andstøðuna. Tann 13. februar í 1915, fyri júst hundrað árum síðan, hendi ein sorgarleikur av teimum stóru. Grindaboð var í Sandvík henda dagin og sandvíksingar og hvalbingar fóru í grind. Men vanlukka hendi og 14 mans sjólótust. Í sendingini hoyra vit frásøgn frá hendingini, sum Johannes Andreas Næs hevur skrivað, og samrøður við ávíkavist Niels Mørk, ið var í grind í Sandvík henda dagin, og Dennu Mohr, ið kom á Hvalba henda vanlukkudag. Í morgin siga verðurforsøgnir, at nógvur vindur verður í NorðurNoreg, og mælt verður fólki til at tryggja lutir, sum standa uttandurða, og annars sjálv at halda seg innandurða, meðan ódnin, Óli, herjar. Løgreglan í Salten upplýsir, at íbúgvar í Givær í Bodø Kommunu verða flutt burtur í dag. Løgregla og veðurfrøðingar mæla fólki frá at uppihalda seg úti við strondina fyri at síggja stóru aldurnar. Tað er lívshættisligt at verða úti meðan ódnin herjar, eru boðini frá myndugleikunum. Longu í dag øtlar hann veðrið við Lofoten, í Nordlandi og í Troms, veit norska veðurtænastan at siga. Ódnin, Óli, rakar Nordland og Troms fyrrapartin í morgin, og linkar ikki aftur fyrr enn um nátturðatíð í annaðkvøld, skrivar Ritzau. Hoyr samrøðu við Sólgerð Viderø, sum er úr Havn og býr í Meløy, hálvan annan tíma sunnanfyri Bodø. Frí kapping skal vera um rættin at fiska, og kappingarelementið skal liggja inni í eini uppboðssøluskipan, har útlendingar eisini sleppa upp í part við neyvt ásettum treytum. Tað sigur Johan Dahl, landsstýrismaður og næstformaður í Sambandsflokkinum. Eydnast ikki at fremja eina veruliga nýskipan er betri at bíða og gera tingini ordiliga eftir komandi løgtingsval, sigur Johan Dahl. Klaksvíkar kommuna ætlar at orða ein útlendingapolitik. Størsta forðingin fyri góðari integratión eru vantandi møguleikar at læra málið. Ynskið hjá nýføringum, sum Kringvarpið hevur tosað við, er í hvussu er meira málundirvísing, og at tey kunnu brúka sína útbúgving í Føroyum. Ein av teimum er Donabel á Kósini, úr Filipsoyggjunum, ið hevur búð í Klaksvík síðani 2003. Í Klingruni í Norðurlandahúsinum er norski listarmaðurin, Lars Kjemphol, farin at byggja eitt stórt listarverk av plattum. Og hann vil hava føroyingar at hjálpa sær. Listaverkið hjá Lars Kjemphol er partur av tiltakinum Land í eygsjón . Norðurlandahúsið hevur verið í Noregi og boðið nøkrum av bestu listafólkunum har til Føroya. Urd Johannesen hevur samskipað Land í eygsjón . Í morgin er aðalfundur í Fótbóltssambandinum. Millum lógarbroytingarnar, ið verða lagdar fram á aðalfundinum, er uppskot frá FC Suðuroy, um at hækka talið av liðum í fremstu deildini hjá monnum, úr 10 upp í 12 lið. Verður uppskotið hjá FC Suðuroy samtykt, vera 12 lið í EFFO deildini frá 2016 at rokna. Á aðalfundinum hesaferð er millum annað nevndarval á skránni, og í ár standa tríggir starvsnevndarlimir fyri vali. Talan er um Jógvan Páll Joensen, Trygva Mortensen og Heðin D. Poulsen. Meðan Jógvan Páll Joensen tekur við afturvali, hava Trygvi Mortensen og Heðin D. Poulsen valt at takka fyri seg. Tá freistin at stilla upp var úti mikudagin 4. februar, høvdu Skála og B68 innstillað Kristmund Mikkelsen av Skála, meðan HB, FC Hoyvík FF Giza, B36, Undrið FF og AB hava innstillað Fróða Danielsen úr Havn. Sostatt taka hesir báðir sæti í starvsnevndini í Fótbóltssambandi Føroya leygardagin 14. februar. Umframt val av nevndarlimum, formansfrágreiðing, lógarbroytingar og annað, verður roknskapurin hjá Fótbóltssambandi Føroya fyri 2014 eisini lagdur fram. Á starvsnevndarfundi 3. februar varð roknskapurin fyri í fjør góðkendur, og vísir hann eitt yvirskot á góðar 5,5 milliónir krónur. Á Føroyamálsdeildini verður skipað fyri fjarundirvísing fyri útlendingar í tíðarskeiðnum frá februar og tríggjar mánaðir fram. Tað skrivar Setrið. Skeiðið telur 10 ECTS, og til ber at taka Faroese for Foreigners I og Faroese for Foreigners II. Undirvísingin verður soleiðis, at lesandi fara at hava 9 klassatímar restin er fjarundirvísing. Í fjarundirvísingini fáa lesandi uppgávur hvørja viku, sum tey skulu gera og lata inn. Hetta er triðja árið, at Føroyamálsdeildin bjóðar út slíka undirvísing, og er hon treytað av næmingatalinum. Í ár hava 12 teknað seg. Hesi skulu rinda 2500 krónur fyri skeiðið, skrivar Setrið. Á Føroyamálsdeildini verður skipað fyri fjarundirvísing fyri útlendingar í tíðarskeiðnum frá februar og tríggjar mánaðir fram. Tað skrivar Setrið. Skeiðið telur 10 ECTS, og til ber at taka Faroese for Foreigners I og Faroese for Foreigners II. Undirvísingin verður soleiðis, at lesandi fara at hava 9 klassatímar restin er fjarundirvísing. Í fjarundirvísingini fáa lesandi uppgávur hvørja viku, sum tey skulu gera og lata inn. Hetta er triðja árið, at Føroyamálsdeildin bjóðar út slíka undirvísing, og er hon treytað av næmingatalinum. Í ár hava 12 teknað seg. Hesi skulu rinda 2500 krónur fyri skeiðið, skrivar Setrið. Jacob Vestergaard viðgongur at talan er ikki um nakað ítøkiligt uppskot til eina fiskivinnunýskipan, men heldur nakrar niðurstøður, sum samgongan er samd um. Johan Dahl, næstformaður í Sambandsflokkinum segði í gjár, at tað enn eru stórir spurnignar uppi at venda innanhýsis í samgonguni. Høvdu Føroyar havt frægari fríhandilssáttmála við ES, kundu føroyingar, heldur enn týskarar, fingið arbeiðið at niðursjóða føroyskan makrel í tomat, nú Samtakið Christian í Grótinum hevur keypt eitt niðursjóðinarvirki í Flensburg, sum ger makrel í tomat. Tað gongst striltið at fáa víðkað sáttmálan til eisini at fevna um góðskaðan makrel, og løgmansskrivstovan hevur ikki verið á fundi við felagsnevndina millum Føroyar og ES í heili sjey ár Jógvan Joensen úr Fuglafirði, sum í gjárkvøldið sang seg til eitt pláss í Live shownunum í sendingini X factor hjá DR, hevur eina greiða ætlan við luttøkuni. Hon skal brúkast sum ein lopfjøl til eina yrkisleið innan tónleikaídnaðin. Og luttøkan hevur longu givið nakað, tí Jógvan Joensen hevur longu fingið fyrispurningar um at spæla á konsertum og festivalum. Men nú snýr tað seg um live showini, og fyrsta er komandi fríggjakvøld. Vinnarin av X factor kann fáa ein sáttmála við Sony, um plátufelagið sær ein møguleika í vinnaranum. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, undrast á, at Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum og formaður í útflutningsráðnum, nú sigur, at sáttmálin við ES er ov vánaligur hvat viðvíkur góðskaðum vørum, og at Løgmansskrivstovan evur sovið í tímanum. Eitt nú tí felgasnevndin hjá ES og Føroyum ikki hildið fund í sjey ár. Vinnan hevur, umvegis Vinnuhúsið, higartil latið væl at fríhandilssáttmálanum við ES, sigur løgmaður. Høllin á hálsi kókaði, tá gulu áskoðararnir runnu inn á vøllin í eini stórari mannamúgvu. VÍF vann steypafinaluna 26 25 og vóru aftanfyri 12 13 í hálvleikinum. Vestmenningar vóru um at kasta alt burtur. Venjarin hjá VÍF, Ingi Olsen, heldur at munurin var sera lítil millum finaluliðini. Hann helt bara at teir gulu og bláu vóru eitt vet neyvari. Hoyr endan av dystinum og samrøður við gullvinnararnar Neistin vann ein tryggan 24 19 sigur á Kyndli og Neistin eisini á odda 11 9 í hálvleikinum. Hoyr her hvussu stórur rómur var í høllini á hálsi, tá Bára Hansen tekur síðsta skotið í dystinum. Leygardagin 7. februar hevði Teitur konsert fyri fullum húsið. Teitur skemtaði og lat áskoðararnar vera við, og hýrurin var góður. Framsókn hevur uppskot um at broyta tilbúgvingarlógina, so hon eisini umfatar tilbúgving móti skipaðum brotsverkum, yvirgangi og kríggi fyri at verja talgildar upplýsingar í Føroyum, so sum P talið, móti avleiðingum av til dømis yvirgangi. Estland er fyrimynd í hesum arbeiði. Talgildu upplýsningarnar verða goymdar í Føroyum við trygdarskipanum, back up skipanum, í øðrum londum. Vinnunevndin fekk at vita frá peningastovnunum, at tað fer at kosta nógv at flyta tænasturnar, sum peningastovnarnir hava uttanlands, aftur til Føroya. Felagið Peningastovnar mælir staðiliga frá at flyta tænasturnar aftur til Føroya. Hvørki fíggjarligur ella kt førleiki eru í Føroyum at menna tær skipanir, sum peningastovnarnir hava brúk fyri. Evsta mark at taka lut í listatiltakinum er nú farið. Hósmorgunin verður Kinna Poulsen, listaummælarari, í morgunsendingini, og tá fer hon at velja síni yndisverk úr rúgvuni. Haraftrat fer Kinna at geva áhugaðum lurtarum eina nýggja listarliga avbjóðing. Beyonc fekk eina virðiirløn fyri ársins R og B sang Drunk in love og Pharrell Williams vann ársins poppstaksang við sanginum Happy Tað er fakliga áhugafelagið fyri sjúkrarøktarfrøðingar, ið arbeiða við børnum og ungum, sum skipar fyri og í útvarpsstovuna eru komin Súsanna Funding og Sólrun Foldbo og Petur Háberg nýggjur pápi. Sjagaklettur fór av Hvalba leygarkvøldið, og leygarnáttina og leygardagin fór sørvágstrolararnir Brestir og Vesturleiki, skrivar jn.fo. Tolararnir eiga ein triðing av toskakvotuni á Flemish Cap, góð 1000 tons. Fýra línuskip fóru yvir fyrst í januar. Váðasteinur var í Føroyum í farnu viku og landaði 250.000 pund, sum teir seldu fyri 1,8 milliónir krónur teir eru eisini á veg aftur til Ný Fundlands. Hini trý línuskipini, Klakkur, Eivind og Kamnbur, frysta fiskin umborð, og teir hava allir landað í St. Pierre. Línuskipini eiga tveir triðingar av toskakvotuni á Flemish Cap. Føroyskur makrelur kann, sambært avtaluuppskotinum, útflytast til Kina. Í fyrsta umfari verður hetta í seglaðum bingjum úr Føroyum og allan vegin til Kina. Frá føroyskari síðu er ynski um fyrst at útflyta makrelin á frostgoymslur í Europa og haðani víðari í bingjum til Kina. Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at fleiri viðurskifti skulu loysast, áðrenn hetta kann gerast, og ikki fyrr enn loysn er á hesum, kann avtalan víðkast. Uppskotið til avtalu manglar nú bert at undirskrivast av pørtunum Laksaútflutningur var eisini á dagsskránni á ferðini til Kina. Útflutningurin av feskum laksi heldur fram við verandi skipan, men kinesarar ynskja tó broytingar soleiðis, at tær kanningarnar, sum nú verða gjørdar av vøruni á marknaliðnum í Kina, verða fluttar til Føroya. Hetta fyri at stytta um avgreiðslutíðina við kinesiska markið. Avtalað er partanna millum at arbeiða víðari við hesum. Kinesarar ætla, at ein 3. partur skal standa fyri hesum arbeiðnum í Føroyum, men enn er eingin avtala gjørd um hetta. Føroyar eru triðstørsti útflytari av laksi til Kina og fyri feskan laks eru Føroyar á øðrumplássi. Russiski oljurisin, Rosneft, sum í fjør fann stórar nøgdir av olju og gassi í Arktis, norðan fyri Sibiria, steðgar nú við royndarboringum sínum. Hetta er avleiðing av, at samstarvið við amerikanska ExxonMobil fyribils er dottið niðurfyri av tiltøkunum hjá vestanlondunum móti Russlandi. Talan er um eitt stórt afturstig fyri bæði oljufeløgini, sum hava lagt nógv fyri í royndunum at fáa hendur á nýggjum oljugoymslum í Arktis, skrivar Business.dk. Seinkanin í boringunum verður eisini tulkað sum stórur smeitur fyri Vladimir Putin, forseta, og hansara ætlanir um at vaksa um oljuframleiðsluna og at tryggja orkuframleiðsluna í Russlandi gjøgnum nýggj fund í Arktis. Orkufeløgini í Russlandi hava sera stóran tørv á samstarvi við feløg vestanfyri, bæði fíggjarliga og tøknifrøðiliga. At jointventurearbeiðið millum ExxonMobil og Rosneft nú steðgar, er fyrsta handfasta prógvið um, at tiltøkini hjá USA, ES og Noregi raka orkuíløgur í Russlandi meint. Hetta sigur spanski uttanríkisráðharrin, Jose Manuel Garcia Margallo, sum saman við 18 øðrum uttanríkisráðharrum úr ES, í dag fundast í Brussel. Hetta er fyrstu fer nakar hevur sett tal á hvussu nógv ES tiltøkini móti Russlandi, hava kostað ES limalondunum, eftir stríðið um Krimhálvoynna og ófriðin í eysturukraina. Teir 19 ES uttanríkisráðharrarnir hittast í dag til fundar í Brussel, fyri at tosa um nýggj tiltøk móti Russlandi. Sambært Reuters, er eitt av hesum tiltøkum, at nokta russiska varaverjumálaráðharranum Anatolij Antonov, innferðarloyvi til ES, og øll virði, sum Anatov hevur goymt í ES londum, verða afturhildin. Sambært Reuters, hava uttanríkisráðharrarnir í ES, gjørt ein lista yvir 19 fólk úr Russlandi og Ukraina, sum ikki fáa innferðarloyvi til ES. Fyrst var tað Lívsmynd , sum varð sera væl umtókt. Hesa ferð er tað í Gøtu ein dag. Báðar ferðir hevur filmsfelagið Polar Films Entertainment framleitt. Alsamt fleiri sjónbandaløg við sangum hjá føroyskum nøvnum eru at síggja á alnótini. Byrta og Eivør eru kanska tey, ið hava latið flest sjónbandaløg úr hondum. Nú er blues punk rokkbólkurin Ranchus klárur við einum sjónbandalagið til sangin Cuz of U. Í bólkinum eru Ólavur á Skipagøtu, Hans Andrias Gregoriussen, Sjúrður Samuelsen og Sigmund Zachariassen. Hugskotið er sera einfalt, men tað riggar ómetaliga væl hjá ungu monnum. Fylg Ranchus á heimasíðu bólksins RANCHUS ella á facebook HER . Tað halda Sólrun Foldbo og Súsanna Funding frá fakliga áhugafelagnum hjá sjúkrarøktarafrøðingum. Tær hava tikið stig til ein evnisdag um leiklutin hjá pápanum. Jógvan Philbrow, sum hevur sitið í nevndini, fer at bjóða Maud Vang Hansen av. Jógvan Philbrov sigur, at hann stillar upp, tí hann heldur at Pedagogfelagið eigur seta kósina eitt sindur meir. Aðalfundurin í pedagogfelagnum verður 12. apríl. Ætlanin hevur skapt stóran ótta og órógv millum limirnar í Pedagogfelagnum, sigur Maud Wang Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum. Jákup Bogi Joensen hevur gjørt samrøðu við Maud Wang Hansen. Roynt varð eisini at fáa eina viðmerking frá Tórshavnar kommunu, men tað eydnaðist ikki. Innanhýsis eftirmetingin í Fiskimálaráðnum vísir, at reiðaríini South Pelagic og North West Pelagic lítið ella einki hava gjørt burturúr hesum royndarfiskiskapi. Tí er ikki grundarlag fyri at halda fram. Men reiðaríið hjá Grunnabarði streingir á landsstýrismannin í fiskivinnumálum fyri at fáa útgingna royndarloyvið broytt til eitt varandi loyvi og tað gevur úrslit. Fiskimálaráðið arbeiðir í løtuni við eini reglugerð um, hvussu royndarfiskiskapur skal fyrisitast. Í kvøld kemur onnur sendingin í røðini um fiskivinnuna. Sendingin í kvøld viðger umsitingina av botnfiskastovnunum í Føroyum og sambondini millum politikarar og reiðarí. Sendingin er á skránni í sjónvarpinum, beint eftir Dag og Viku. Eyðbritt og Sørin Birgir Sørensen hava júst keypt hús í Kunoy og hava sovið fyrstu náttina har. Samstundis hava tey selt húsini tey áttu í Klaksvík. Tey bæði ivast ikki í, at tey fara at trívast væl í Kunoy, har Eyðbritt hevur vitjað nógv í uppvøkstrinum. Fólkatalið í Kunoyar Kommunu hevur gingið upp og niður, men beint nú hava fólk áhuga at flyta til kommununa, sum eisini umfatar Haraldssund. Meiken Sólheyg Michaelsen borgarstjóri svarar dagliga fyrispurningum frá áhugaðum fólkum. Tey, sum eru uppvaksin í Kunoy, hava stóra respekt fyri teimum høgu fjøllunum í oynni. Helgi Poulsen hevur ikki minni enn fýra ferðir verið við at bera deyðan mann úr fjøllunum í Kunoy. Eliana Svøðstein hevur serligan áhuga fyri djórum, og hon hevur óvanliga nógv ymisk húsdjór. millum annað hevur hon tvær slangur. Eliana hevur eisini stórar áhuga fyri list og ævintýrum, og hon málar og skapar nógv ymiskt. Tað eru 25 ár síðani, at fyrstu námsfrøðingarnir fingu eitt føroyskt prógv. Maud Vang Hansen er forkvinna í pedagogfelagnum og hon heldur at starvsøkið hevur flutt seg, men saknar framvegis eina virðing frá politikarum. Elisabeth Rasmussen var ein av teimum kvinnunum, sum fyri 25 árum síðani fingu eitt føroyskt pedagog prógv. Hon heldur, at starvsøkið hevur stóran týdning men leggur afturat, at lønin hjá námsfrøðingum er ov lág. Hoyr tær báðar greiða frá hví hetta er eitt so týdningarmikið starvsøki. Vagn Foldbo er 44 ára gamal og búsitandi í Leirvík. Hann hevur starvast sum skúlastjóri í Fuglafjarðar skúla seinasta hálvtsætta árið, og fyri tað var hann fyrstilærari í Eiðis skúla í 6 ár. Hann er útbúgvin fólkaskúlalærari frá Føroya Læraraskúla og hevur seinni nomið sær útbúgving í etikki og virðum á masterstigi, tikið faklig skeið, umframt leiðslutbúgving og fleiri leiðsluskeið. Til starvið komu níggju umsóknir. Hildur Hentze á Kriminaldeildini sigur, at løgreglan hevur fleiri slóðir at elta, men vil fegin frætta frá fólki, sum halda seg hava sæð okkurt, sum kann hava tilknýti til innbrotið. Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin eru neyvan samdir, hóast samgongu flokkarnir nú eru farnir til andstøðuna at sóknast eftir eini breiðari semju um fiskivinnu nýskipanina. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur sagt, at samgongan hevur eina felags fatan, men um tað merkir, at flokkarnir hava nærkast hvør øðrum, er ógvuliga ivasamt, heldur Árni Gregersen. Karen Kristanna Gram hevur saman við sínum lestrarfeløgum Line Wulff Schrøder Jensen og Emilie Thejl Madsen framleitt stuttfilmin um Kópakonuna. Ætlanin er, at hann skal lýsast í nútíðar hami. Tað skrivar heimasíðan. Tær siga í samrøðu, at føroyski áskoðarin aloftast hevur eina einstaka sjón á søgnina. Tískil vilja tær við hesum stuttfilmi bjóða føroyska hyggjaranum av, har tær samstundis vilja halda sær nær at søgnini, soleiðis at føroyski hyggjarin ikki gert vónbrotin. Stuttfilmurin varð framleiddur í fjør, har tær lótu hana inn sum uppgávu í desember. Tær hava nú lokið BA í Film and Media á unversitetinum í Keypmannahavn, har tær fingu 12 fyri stuttfilmin. Kanning, sum Gallup gjørdi í 2013, vísir, at tað framvegis eru nógv ungfólk, sum taka sól. 24 prosent vóru í aldrinum 15 24 ár, og henda gongdin hevur verið óbroytt síðani 2011. Í uppskotinum frá Karsten Hansen, landsstýrismanni í heilsumálum, verður vist á, at solariumslógin er í samsvari við heilsufaklig tilmæli hjá ávikavist altjóða, norðurlendskum og føroyskum myndugleikum, stovnum og ráðum. Í Krabbameinsætlanini frá 2010 er eitt av 58 tilmælum at seta forboð fyri, at børn og ung yngri enn 18 ár kunnu brúka solariumsól. Og IARC, sum er altjóða krabbameins granskingar stovnurin undir Heimsheilsustovninum, WHO, hevur bólkað UV strálur í hægsta vandabólk yvir evni, sum eru krabbameinselvandi fyri menniskju. Í sama vandabólki eru asbest, arsenikk og tubbak. Ung í studentaskúlanum í Hoydølum halda yvirhøvur, at tað er í lagi at aldursmark nú verður sett á fyri at fara á sólstovur solarium. Bogi Rasmussen sigur við Norðlýsið, at Samtakið Christian í Grótinum hevur keypt bygningar, maskinur og goymslur yvir í nýstovnað felagið í Týsklandi. Virksemið í Larsen Seafood er ongantíð steðgað og fyritøkan hevur, í tíðarskeiðnum har gjaldsteðgur hevur verið, røkt sínar skyldur mótvegis kundunum. Hetta merkir sostatt, at samtakið tekur yvir tvær verksmiðjur ið hava framleiðslu, og vørur verða seldar hvønn dag. Claus Christensen, sum seinastu átta árini hevur starvast sum framleiðsluleiðari verður partur av leiðslutoyminum og Jan Petersen verður fíggjarleiðari, skrivar Norðlýsið. Samtakið, Christian í Grótinum, hevur eisini keypt eina framleiðslueind í Bremerhaven, ið framleiðir vørur úr upsa og alaska pollok. Tilmæli eru nú gjørd um framtíðar elorkuskipanina í Føroyum. Vinnumálaráðið setti í 2012 arbeiðsbólk at gera virkisætlan og tilmæli um framtíðar elorkuskipan í Føroyum, sum í nógv størri mun enn í dag skal grundast á varandi orku. Í arbeiðsbólkinum eru umboð fyri Vinnumálaráðið, SEV, Jarðfeingi og Dansk Energi. Bólkurin nevnir í virkisætlanini 26 tilmæli um átøk og 7 ítøkilig átøk innan framleiðslu, orkugoymslu, nýtslu og elskipan. Arbeiðsbólkurin hevur tikið økini við, sum mest sannlíkt koma at hava stóran týdning næstu 10 árini. Oljurikin orkuverk hava í mong ár verið bulurin í føroyskari elframleiðslu, og tað fara tey framvegis at vera í nøkur ár, sigur arbeiðsbólkurin. Tó kunnu uppsetingar av fleiri vindmyllum, meiri vatnorka og vind vatn pumpuskipanir vera við til at spara nógva olju. Uppseting av fleiri vindmyllum setir nógv nýggj krøv til elskipanina, og enn er óvist, hvussu nógv av samlaða framleiðslumáttinum kann koma frá vindmyllum. Tá ið stórur partur av framleiðslumáttinum kemur frá vindmyllum, fer til tíðir at vera yvirframleiðsla av vindorku, sum ikki kann nýtast, sokallað vindspill. Hetta merkir, at tað vera tíðarbil, har vindmyllurnar ikki kunnu koyra við fullum mátti, til dømis um náttina, tá ið nýtslan er lág. Arbeiðsbólkurin umrøður eisini undirsjóvarkaðal millum Føroyar og umheimin til dømis Ísland og Hetland. Ein slíkur kaðal fer at minka um tørvin á olju, men hann kann ikki geva neyðugar veitingar, sum elskipanin hevur tørv á. Tí má framvegis vera fult backup, tí eitt kaðalbrot merkir, at sambandið kann vera burtur í fleiri mánaðir. Onnur lond gera stórar íløgur í umleggingar til varandi orku. Arbeiðsbólkurin sigur, at føroyska politiska skipanin noyðist at viðurkenna, at skal umleggingin til varandi orku gerast veruleiki, krevur hetta stórar íløgur í framleiðsluna og átøk, sum kunnu flyta nýtsluna frá fossilum brennievnum til varandi orkukeldur, stendur millum annað í tilmælinum um framtíðar el orkuskipanina í Føroyum. Hendingin fór fram sunnudagin, og síðani tá, eru hini átta fólkini latin leys, sigur ein maður í økinum, hvørs kona varð burturflutt. Grannalondini hjá Nigeria hava sett í verk móttiltøk móti Boko Haram, ein økisher, og tað hevur fingið Boko Haram til at fremja fleiri álop hinumegin nigeriska markið. Boko Haram leyp á eitt fongsul í býnum bara fáar tímar eftir at bilbumban brast, og stutt undan, at tjóðartingið í Niger skuldi góðkenna átøk móti Boko Haram. Niger, Tjad, Cameroun, Benin og Nigeria samdust um vikuskiftið at seta á stovn ein økisher við 8.750 monnum, sum skal niðurberja uppreistrarmenn úr islamist felagsskapinum, Boko Haram. Um vikuskifti avgjørdi Nigeria at útseta forsetavalið í seks vikur. Valið skuldi eftir æltan skuldi vera næsta leygardag. Orsøkin er hóttanir frá Boko Haram, skrivar Ritzau. Jóhan Jógvansson er størsti seyðabóndi í Føroyum, men arbeiðir í løtuni við at keypa eitt festi aftrat teimum báðum, sum hann frammanundan hevur, fyri at fáa raksturin at bera seg betur. Meðan Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, vil taka upp móti 60 flóttafólkafamiljum, sigur grønlendski landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Vittus Qujaukit soq, at Grønland er ikki tilreiðar. Hann sigur við blaðið Sermitsiaq, at Grønland hevur, eins og onnur í altjóða samfelagnum, skyldu at hjálpa menniskjum í neyð. Men slíkar uppgávur skulu takast í álvara, og áðrenn støða verður tikin til ávísar spurningar, er tað týdningarmikið at skipa fyri aðalorðaskifti um spurningin, sigur Vittus Qujaukitsoq við blaðið. Í dag er tað soleiðis, at flóttafólk skulu fáa hjálp í fyrsta trygga landinum, sum tey hava søkt um friðskjól í. Og tað merkir, at tað er Danmark, sum hevur skyldu at hjálpa familjunum úr Sýria. Vit hava ikki havt neyðuga orðaskiftið í Grønlandi um evnið, og vit hava enn ikki orðaðan útlendinga og flóttafólkapolitikk, sigur Vittus Qujaukitsoq. Vísandi til, at Føroya løgmaður hevur boðið sær til at taka upp móti 60 flóttafólkafamiljum, verður Vittus Qujaukitsoq spurdur, um Grønland eisini átti at tikið móti sama tali. Vittus svarar, at í dag er eingin skipa móttøka, sum hesi menniskju hava tørv á. Arbeiðið at yvirtaka útlendingarøkið er júst byrjað, og enn er ov tíðliga at siga, hvussu Grønland kann hjálpa. Sermitsiaq leggur aftrat, at í mun til íbúgvartalið í Danmark har lutfallið er eitt til hundrað, svara 60 flóttafólkafamiljur í Føroyum til 6.000 familjur í Danmark, sum við hjúnarfelaga og børnum skjótt kann, lutfallsliga, fara upp um markið fyri uppihaldsloyvi í 2014, skrivar Sermitsiaq. Nú løgtingið í dag hevur 1. viðgerð av solariulógini seta vit sjóneykuna á sól og hetta uppskotið sum skal forða fyri at yngri enn 18 kunnu keypa sær sól. í útvarpsstovuna er Brynhild Høgnadóttir sum er virkin í krabbameinsfelagnum. Hon er forkvinna í einum sjálvhjálparbólki sum tey kalla móðurmerkjabólkurin. Nú verður tikið stig til eina tvørgangandi skipan millum tey trý sjúkrahúsini, har allir sjúklingar í Føroyum við sjúku í landgøgnum her undir krabbameinssjúku verða ávístir til viðgerð umvegis ein ábyrgdarhavandi yvirlækna. Talan er um eina tvey ára royndarskipan. Hetta skrivar Heilsumálaráðið í tíðindaskrivi. At skipanin er tvørgangandi merkir, at tað verður settur ein ábyrgdarhavandi yvirlækni í urologi, sum hevur til uppgávu at samskipa alt virksemið. Yvirlæknin hevur fakliga ábyrgd av sergreinini, ger avtalur við aðrar serlæknar og skal í samráð við avvarðandi partar staðseta virksemið á teimum trimum sjúkrahúsunum. Somuleiðis ger ábyrgdarhavandi yvirlæknin tilmæli um hvørja viðgerðir kunnu gerast í Føroyum ella uttanlands. Ætlanin er so at samskipa fakligheitina, sum er á teimum trimum sjúkrahúsunum, so fakligheitin kann gagnnýtast á fragasta hátt. Tað merkir, at ein partur av skurðviðgerðunum verður á Suðuroyar sjúkrahúsi, sum hevur serlækna í urologi í føstum starvi, og so verður lagt upp til, at allar undankanningar av urologiskum sjúklingum verður á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Øll visitatión verður á Landssjúkrahúsinum, sum eisini tekur sær av teimum størru skurðviðgerðunum. Eisini verður urologiska ambulatoriið við serlækna á Landssjúkrahúsinum. Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur tikið støðu til, at Jóhan Poulsen, serlækni í urologi, verður settur skjótast gjørligt at røkja uppgávuna sum ábyrgdarhavandi yvirlækni í royndartíðini. Jóhan Poulsen hevur breiðar og drúgvar royndir innan økið úr Danmark, Onglandi og Føroyum. Jóhan Poulsen hevur harumframt royndir sum visiterandi yvirlækni í Danmark. Les alt tíðindaskrivið her Altjóða gransking hevur leingi víst á, at politistar kenna sterka trá at spenningini, action og at niðurberja kriminalitet. Og teir víkja ikki fyri at brúka vald. Tey lesandi siga, at við yrkinum sum politistur ynskja tey at gerast hetjur og fyrimynd fyri onnur, skrivar forskning.no. Kanningin vísur eisini, at alsamt færri lesandi á politiháskúlanum hava foreldur, sum hava hægri útbúgving. Hetta, hóast kapping er um sleppa inn á Politiháskúlan. Kanningin vísur, at tey hava lítlan áhuga fyri ástøðiligum lærugreinum, hava lítlan ella ongan áhuga fyri politikki og samfelagslívi, og hava stóran áhuga fyri kropsligari venjing. P l Winnæss, sum er ein teirra, ið hevur gjørt kanningina, sigur við forskning.no, at bakgrundin hjá lesandi á norska politiháskúlanum er broytt seinastu árini. Foreldrini hava hvørki hægri útbúgving ella stutta yrkirættaða útbúgving. P l Winnæss sigur, at greitt samband er millum útbúgvingarstøðið hjá foreldrunum og áhugan hjá tí lesandi at gerast politistur. Sambært sáttmálanum, skulu øll donsk skip, 20 bruttotons ella omanfyri, hava eina trygging ella eina váttan, sum dekka fyri ábyrgdina hjá tí, sum eigur skipsvraki og sum skal taka sær av skipsvrakinum. Hava skip ikki tað, sleppa skipini rætt og slætt ikki at lysa. Reglurnar eru fyri øll sløg av skipum, ikki bara handilsskip, men eisini fiskiskip, ferðafólkaskip og frítíðarskip. Skip, sum eru 300 bruttotons ella omanfyri, skulu harumframt hava eina váttan umborð, sum vísur, at tað hevur kravdu tryggingina. Uttan hesa váttan umborð, sleppur skipið ikki í sigling og kann verða hildið aftur, bæði í Danmark, Bulgaria, Congo, Cook Islands, India, Maleisia, Marshall oyggjarnar, Marokko, Nigeria. Palau, Bretlandi og í Týsklandi. Danska sjóferðslustýrið heitir á allar danskar skipaeigarar innan hálvan apríl at tryggja sær, at skipið er fevnt av galdandi trygging, sum tekur við ábyrgdini at taka burtur skipsvrak. Dreymurin um tann einasta eina og at halda saman í hjúnalagnum til deyðin skilur, hevur aldri verið stekari enn nú, men samstundis vísir tað seg, at fleiri og fleiri hava trupulleikar við parlagnum. Í sendingini Tann einasti eini hyggja vit nærri at, hvørjar orsøkirnar kunnu vera til, at vit í dag hava so ilt við at fáa parlagið at rigga. Stovnsleiðarar og starvsfólk á dagstovnum í Tórshavnar kommunu óttast fyri sínum starvi, nú kommunan hevur boðað frá bygnaðarbroytingum á dagstovnaøkinum. Forkvinnan í Pedagogfelagnum finnst hvassliga at kommununi og stuðlar limum sínum, sum í farnu viku vóru á fundi um støðuna. Men eingin orsøk er at stúra, tí eingin verður uppsagdur, sigur trivnaðarstjórin í Tórshavnar Kommunu. Partarnir eru grundleggjandi ósamdir um ætlaðu bygnaðarbroytingarnar. Í trimum sendingum sunnudag seinnapart fer Tórður Johannesarson at spæla tættir, sum Jógvan Arge hevur yrkt til V4 og aðrar sendingar í útvarpinum. Inn ímillum fer hann at tosa við Jógvan Arge um innihaldið í tættunum. Jógvan yrkti sínar fyrstu V4 tættir í 1972, og síðani komu einir 50 tættir frá honum í 70 unum og 80 unum og ein einstakur um aldarskiftið. Nógvir tættir eru sprotnir úr politiskum hendingum, men onnur almenn evni koma eisini fyri til dømis um læknaráðini frá Marner Simonsen í Tíðindablaðnum og Mortan Mols ella Smyril, sum hart stríð stóð um. Tað var í 1984, at tónleikamyndin Jesus og Makedonarin var framførd í Norðurlandahúsinum. Pauli í Sandagerði skrivaði tónleikin og Sigmund Poulsen skrivaði søgu og sangtekstir. Sangleikurin var fyrsta royndin í Føroyum at samansjóa klassiskan og rútmiskan tónleik. Jesus og Makedonarin er evnið í Stafettini hesaferð. Brøðurnir Fríði og Rói Magnussen hava 80 milliónir krónur í veðhaldi í skipinum, sum ikki hevur eina krónu í láni úr peningastovni. Asbjørn Senior er síðsta hálva árið seldur fleiri ferðir aftur og fram úr Vági til ymisk feløg í Thor samtakinum í Hósvík, sum hava makrelkvotur. Í fjør avreiddi Asbjørn Senior makrel fyri 32 milliónir krónur. Jón Brian Hvidtfeldt gjørdi innslagið Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður viðgongur, at gjøgnumskygnið í útlendskum ognarskapi í føroyskari fiskivinnu er ikki nóg gott. Hann nevnir sum dømi garnaskipið, Anitu, sum í smálutir varð stýrt úr Spania, hóast eigararnir á pappírinum vóru føroyingar. Kringvarpið tosaði fyrrapartin við løgmann og spurdu hann, um ásetingin í lógini um, at útlendingar í mesta lagi mugu hava ein triðing av ræðisrættinum í einum skipi, ikki verður brotin, tá allur fyrstu veðrættur í Asbjørn Senior uppá 80 milliónir krónur liggur hjá gomlu eigarunum í Hirtshals. Og feilurin, sum løgmaður nevndi, koma vit til nú, tí vit hava eina rættleiðing til sendingina Oyðandi gávubúðin , sum varð send í sjónvarpinum í gjárkvøldi. Jacob Vestergaard var ikki landsstýrismaður í fiskivinnumálum, tá South Pelagic fekk útskrivað royndarloyvi til fiskiskap eftir hvítingsbróður, 15. juli í 2011. Tí var tað skeivt at vísa mynd av Jacob Vestergaard saman við grafikki av royndarloyvinum og Grunnabarði. Tað var skeivt at siga, at hann sum landsstýrismaður loyvdi reiðarínum at byrja henda royndarfiskiskap, og tað var tí eisini skeivt at siga, at hann avgjørdi at stuðla sínum nærumhvørvi. Jacob Vestergaard var landsstýrismaður til apríl 2011, og aftur frá februar 2012. Johan Dahl var landsstýrismaður í fiskivinnumálum á sumri í 2011. Kringvarpið biður Jacob Vestergaard og hyggjararnar um at halda okkum til góðar. í tíðarbilinum frá leygarkvøldinum, umleið klokkan 23 30 til mánamorgunin klokkan08 00 varð innbrot framt í Bónus við Norðskála. Brotsmenninir fóru inn gjøgnum bakdyrnar sunnanfyri bygningin. Tað eydnaðist tjóvunum at taka nógvan pening og heilt nógvar sigarettir. Politiið hevur onga beinleiðis ábending um, hvør hevur framt innbrotið, men løgreglan hevur fleiri slóðir at elta. Hevur tú hoyrt ella sæð okkurt har á leið, ella veit okkurt hesum viðvíkjandi, vinarliga boðað politinum frá á telefon 351448. Í januar í ár vóru prísirnir 0,1 prosentstig lægri enn í januar í fjør, og tað er fyrstu ferð síðani í 1954, at danir hava sonevnda deflatión, sum merkir at prísirnir lækka. Tað er serliga lækkandi oljuprísurin sum er orsøk til gongdina, men tað er eisini bíligari hjá dønum at nýta telefonina og at keypa klæðir. Serfrøðingar siga, at deflatón er ein vandagongd, tí tað kann fáa fólk við at bíða við at keypa ymiskt, tí tey vænta at prísurin lækkar meir, og tað kann hava við sær, at stígur kemur í. So leingi sum deflatónin kemur av lægri orkuprísum og lægri avgjøldum, so hevur tað við sær, at húsarhaldini hava fleiri pengar at keypa fyri. Búskaparfrøðingurin í Danske Bank, Las Olsen hevur kannað gongdina. Hann sigur, at lønargongdin seinastu árini hevur verið, at lønin er hækkað í miðal 1,5 prosentstig um árið, sum er tað lægsta síðani seinni heimsbardagi endaði. Men av tí at serliga oljan er lækkað nógv, so gevur tað fólki nógv fleiri pengar, enn tey vanliga hava havt til egna nýtslu. Tað hevur við sær, at ein vanlig barnafamilja í Danmark hevur 500 krónur meir um mánaðin til sín sjálvs, enn hon hevði fjør. Og lága rentan gevur fólki uppaftir fleiri pengar, so tað er gott fyri búskapin, sigur Las Olsen. Samstarvið ímillum fleiri lond um skattasvik, fær nú alsamt fleiri fólk í Noreg at biðja um undantak frá skatti, sum tey skuldu havt goldið, og samstundis eru tey við til at skráseta nógvu pengarnar, sum tey eiga uttanlands. Tað hevur havt við sær, at nógv fólk velja at fáa viðurskiftini í rættlag, og tey sum boða skattavaldinum frá sínum fjaldu pengum, gerast fleiri. Í 157 av málunum vóru pengarnir fjaldir í Sweits, og talan var um 2,5 milliardir krónur Norðmenn sum gjørdu vart við seg, høvdu eisini pengar fjaldar í Bretlandi, USA, Luxemburg og í Noreg. Stjórin í norska skattavaldinum, Hans Christian Holte, sigur skipanina við skattaamnesti hava virkað væl, og Noreg hevur fingið 1,2 milliardir krónur inn í skatti tey sjey árini skipanin hevur verið í gildi. Samstundis fegnast hann um, at avtalur sum eru gjørdar við onnur lond, avdúka fleiri og fleiri mál um skattasvik. London School of Economics hevur roknað seg fram til, at 10 prosent av peningaognunum í Europa eru fjaldar, og harvið missa londini 75 milliardir dollarar í skattainntøkum um árið. Tróndur Sigurðsson, formaður í byggi og býarskipanarnevndini í Tórshavnar býráð, heldur at miðbýurin er steindeyður. Eitt pitsustað fyri og annað eftir er latið upp í miðbýnum í Havn, og hetta er ein skeiv gongd. Um tað er rætt, so eigur man at hava list, mentan og bústaðir í miðbýnum, tí tað skapar lív. Hann leggur afturat, at um fimm til seks ár, so er miðbýurin aftur eitt livandi miðbýur, sum hann var fyrr, sigur Tróndur Sigurðsson. Hoyr samrøðuna við Trónd Sigurðsson, sum var gjørd uttanfyri konditaríið í morgun. Kavaruddingin og aðrar uppgávur hjá Landsverki eiga at verða bjóðaðar út til tað privata at røkja, tí tað privata kann gera arbeiði betur og skynsamari. Oljuprísurin kann lækka niður í 20 dollarar fyri tunnuna, tá fyrstu tríggir mánaðirnir eru farnir av árinum. Tað er spádómurin hjá fíggjarfyritøkuni, Citigroup. Orsøkina sigur fyritøkan vera, at allar oljugoymslur eru á tremur av olju. Oljuprísurin er lækkaður nógv seinastu sjey mánaðirnar, níður í 43 dollarar fyri tunnuna 29. januar. Síðani tá er oljuprísurin hækkaður nakað, upp í góðar 52 dollarar fyri tunnuna. Men tað merkir ikki, at oljuprísurin nú hækkar aftur, sigur ráevnisleiðarin hjá Citigroup, Edward Morse. Orsøkin, til at oljuprísurin nú er hækkaður eitt sindur, kemur av, at færri oljupallar eru í vinnu, heldur ráevnisleiðarin hjá Citigroup. Tí eru útlit fyri, at oljuprísurin fer at lækka aftur, tá fyrsta fjórðingsár er farið, tí tá fer uppgerðin at vísa, at allar oljugoymslur eru á tremur. Tí fer oljuprísurin at lækka niðurum 40 dollarar fyri tunnuna, og hann kann fara so langt niður, sum niður á 20 dollarar fyri tunnuna í eitt tíðarskeið, sigur Morse. Metingarfyritøkan S og P sigur seg rokna við, at prísurin á olju úr Norðsjónum fer at liggja um 55 dollarar fyri tunnuna í ár. Tað er 25 dollarar lægri enn fyrr mett. S og P sigur seg eisini rokna við, at miðaloljuprísurin fyri 2015 til 2018 fer at liggja um 70 dollarar fyri tunnuna, tað er 15 dollarar lægri enn fyrr mett. Oljufelagskapurin, OPEC, hevur mett, at sølan av olju í ár, verður 400.000 tunnur færri um dagin, enn fyrr mett, og tað fer at fáa prísin at hækka aftur. Orsøkin til orðini hjá kekkiska forsetanum koma av, at norska barnaverndartænastan í 2011 tók tvey børn frá eini mammu úr Kekkia, sum búði í Noreg, og sum eftir øllum at døma ikki megnaði at fostra synirnar. Málið hevur fingið drúgva umrøðu í miðlunum í Kekkia. Dreingirnir eru settir í pleygu hjá norskum familjum, sum ala teir upp eftir nazistiskari fyrimynd. Mamman sleppur at síggja dreingirnar tvær ferðir um árið, eitt korter hvørja ferð. Hon fær ikki loyvi at tosa kekkiskt við teir, og tá minnir tað um Lebensborn ætlanina hjá nazistunum, sigur kekkiski forsetin við miðlar í Kekkia. Norska samfelagið tekur kekkiska tjóðskapin frá dreingjunum, og elur teir upp til at gerast norðmenn. Tað er ikki í tráð við ynskini hjá mammuni, sigur kekkiski forsetin. Kjetil Moen í norsku barnaverndartænastuni sigur við norskar miðlar, at hann ikki vil gera viðmerkingar til málið, tí orðini hjá forsetanum tala fyri seg sjálvan. Tað var Heinrich Himmler, sum gav boð um týsku Lebensborn ætlanina undir seinna heimsbardaga. Endamálið var at styrkja norðurlendsku rasuna í týska fólkinum Tá gallaveitslan, sum Team Rynkeby skipar fyri verður leygarkvøldið, so eru tað súkklararnir sum vera at síggja sum tænarar og annað. Gunnar Mohr úr Team Rynkeby stýrinum og Jan Gardar súkklari, siga at tað hevur verið kapping, um at sleppa at verða tænari hetta kvøldið. Peningurin fer óskerdur til børn við krabbameini og familjur teirra. Í miðal verða tvey føroysk børn rakt av krabbameini hvørt ár, og tískil ynskir man at peningur eisini fer til gransking á økinum. Í fjør samlaðu tey beint undir eina millión inn, men tey hava ikki sett eitt mál at samla meira inn í ár. Teir báðir súkklaðu til París í fjør, og fara eisini við aftur í ár. Heili 20 súkklarar, sum vóru við í fjør, hava meldað seg til aftur. Avstralska løgreglan upplýsir í morgun, at hon hevur forðað einum yvirgangsálopi, ið skuldi verða framt í avstralska stórbýnum, Sydney, skrivar tíðindastovan, AP. Tveir menn vórðu í gjár handtiknir í býnum Fairfield, uttanfyri stórbýin Sydney. Í heiminum hjá monnunum fann løgreglan vápn, millum annað fleiri knívar. Tað var ein ónevnd fráboðan til løgregluna, ið gjørdi at løgreglan kundi handtaka teir báðar menninar. Løgreglan bar skjótt at, eftir at fráboðanin kom, og handtók tveir menn, 24 og 25 ár, fyri yvirgangsætlanir. Tá menninir vórðu handtiknir fann løgreglan eisini eitt heimagjørt flagg við búmerkinum hjá Islamiskum stati. Nú verður kannað um teir handtiknu menninir hava samband við Islamiskan stat. Vit hava illgruna um, at menninir høvdu ætlanir at særa onnur fólk, eisini at drepa onnur fólk, sigur ein talsmaður hjá løgregluni sambært tíðindastovuni, Associated Press. Norðmaðurin, Anders Behring Breivik, sum er dømdur fyri yvirgang, vil ikki bara sleppa úr isolatiónini, hann vil eisini sleppa at senda brøv. Síðani Breivik varð handtikin, hevur hann, sum einasti norski fangi, sitið dómin á eini deild við serliga trygd, við ongum sambandi við aðrar fangar. Tað týdningarmikla í rættarmálinum er, at hann framvegis situr avbyrgdur, og at nú er stundin komin til at steðga við tí. Vit ynskja, at dómstólurin skal meta, um hetta er í samsvar við lógarverkið, sigur Lippestad. Advokatarnir hjá Breivik siga, at hetta er í stríð við grein trý í evropiska mannarættindasáttmálan, har tað stendur, at eingin má verða fyri ómenniskjaligari ella niðurgerandi viðferð ella revsing. Eftir at Breivik varð dømdur í august 2012 hevur hann sent fleiri brøv til viðhaldsfólk, fjølmiðlar og onnur. Men tað fekk bráan enda í desember í fjør, eftir at Kriminalforsorgin í samtykt staðfesti, at Breivik royndi at skipa rørslu, sum skuldi fremja ógvusligan harðskap og yvirgang. Flokkur hennara, Siumut, vil heldur hava hana í fólkatinginum. Doris Jakobsen gjørdist landsstýriskvinna í heilsumálum og norðurlendskum samstarvi 10.desember í fjør. Tá fór Nick Nielsen í fólkatingið fyri Siumut. Doris Jakobsen skal tó bara vera í fólkatinginum til fólkatingsvalið seinni í ár, so hon hevur farloyvi úr landsstýrinum. Fólkatingsvalið verður í seinasta lagi 14.september. Doris Jakobsen góðtekur avgerðina hjá flokki sínum, sigur hon við KNR, grønlendska kringvarpið. Ikki minst Thulemálið hevur víst okkum, at tað er umráðandi at hava fólk við royndum í fólkatinginum, fólk, sum kann arbeiða saman við landsstýrinum, sigur Kim Kielsen, landsstýrisformaður og formaður í Siumut, sum er sosialdemokratiski flokkurin í Grønlandi. Siumut og Grønland eru vorðin sterkari í fólkatinginum, nú Doris Jakobsen aftur tekur sæti har, sigur Kim Kielsen. Meðan Doris Jakobsen er í fólkatinginum, eru málsøki hennara flutt til onnur landsstýrisfólk at umsita. Martha Lund Olsen er nú eisini landsstýriskvinna í heilsumálum, og Vittus Qujaukitsoq fekk norðurlendska samstarvið. Oljuprísurin er lækkaður nógv seinastu sjey mánaðirnar, niður í 43 dollarar tunnuna 29. januar. Síðani er oljuprísurin hækkaður nakað, upp í góðar 52 dollarar tunnuna. Hann sigur, at orsøkin til at oljuprísurin nú er hækkaður sindur, kemst av, at færri oljupallar eru í vinnu. Tí eru útlit fyri, at oljuprísurin fer at lækka aftur, tá fyrsta fjórðingsár er farið, tí tá fer uppgerðin at vísa, at allar oljugoymslur eru á tremur. Tí fer oljuprísurin at lækka niðurum 40 dollarar tunnuna, og hann kann fara so langt niður, sum niður á 20 dollarar í eitt tíðarskeið, sigur Morse. Metingarfyritøkan S og P sigur seg rokna við, at prísurin á olju úr Norðsjónum fer at liggja um 55 dollarar tunnuna í ár. Tað er 25 dollarar lægri enn fyrr mett. S og P sigur seg eisini rokna við, at miðaloljuprísurin fyri 2015 til 2018 fer at liggja um 70 dollarar tunnuna, tað er 15 dollarar lægri enn fyrr mett. Oljufelagskapurin, OPEC, hevur mett, at sølan av olju í ár, verður 400.000 tunnur færri um dagin, enn fyrr mett, og tað fer at fáa prísin at hækka aftur. Undir samrøðuni heitti Obama á russiska forsetan um at gera sítt til at fáa friðarliga loysn og ávaraði um, at tað kann raka Russlandi meint, um landið ikki tekur lut í royndini at steðga krígsatgerðunum í Ukraina. Russiski búskapurin er meint raktur av handilstiltøkum, sum USA og ES hava sett í verk móti Russlandi tí sagt verður, at Russland stuðlar seperatistunum í eystur Ukraina. Heldur Russland fram við harðrendu framferð síni móti Ukraina við at senda hermenn, vápn og pening til at stuðla seperatistunum, fer tað at kosta Russlandi dýrt, segði Obama, sambært fráboðan úr Hvítu húsunum. Í gjárkvøldið skrivar russiska tíðindstovan, Itar Tass, at samráðingarumboðini fyri Russland, Ukraina, pro russiska uppreistrarherin og felagsskapin fyri Trygd og Samstarv í Evropa, OSCE vóru samd um vápnahvíld. Fundurin var í høvuðusstaðnum, Minsk, í Hvítarusslandi. Partarnir vóru eisini samdir um, hvussu eftirlitið skal verða við avtaluni, segði ein kelda við Itar Tass. Men friðaravtalu vann tó ikki frama hjá seperatistunum. Tað er ov tíðliga at tosa um vápnahvíld, segði Denis Pusji lin, sum umboðar uppreistrarherin, í russisku sjónvarpsrásini Rossiya24. Í kvøld hittast Putin og forsetin í Ukraina, Petro Porosjenki, franski forsetin, Francois Hollandi, og týski kanslarin, Angela Merkel, til friðartingingar í Minsk, skriva Ritzau og Reuters. Almennu nevndirnar og ráðini eru ikki vorðin færri, heldur tvørturímóti, í hvussu so ein nevnd, P f Eystur og Sandoyartunlar, og eitt ráð, Útflutningsráðið, eru komin afturat seinasta árið. Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, í svari til Kára P. Højgaard, løgtingsmann, sum spurdi, um vit nú hava færri almennar nevndir og ráð, eftir at løgmaður fyri ári síðani kunngjørdi, at í Føroyum vóru 743 almennir nevndarsessir, sum kostaðu landinum 11,5 míó. krónur í samsýningum. Løgmaður svarar, at Vinnumálaráðið arbeiðir við uppskoti um lógarkravi um, at partafeløg, eisini tey, sum landið eigur, skulu miða eftir at hava javnt kynsbýti í leiðslunum. Morgunsendingin skiftir orð við Hera Kragesteen, ið er formaður í nevndini hjá Føroyskum sálarfrøðingum, og Suna Poulsen, sálarfrøðing Tað eru so nógv ting, sum eru annarleiðis, tá tú kemur heim til Føroya við einum ættleiddum barni, enn tá tú kemur av føðistovuni við einum biologiskum barni. Fólk skulu fyrihalda seg á ein heilt annan hátt enn vanligt til tað nýggja, ættleidda barnið, og tað kann elva til fleiri truplar støður, sigur Barbara Brattaberg, sum umframt at hava ein biologiskan son eisini hevur ættleitt tveir dreingir úr Kina og Korea. Tað er ógvuliga torført at greiða familju og vinfólkum frá, at tey skulu ikki taka barnið upp, sita ov nógv við tí, hjálpa til við at skfita blæur og so framvegis. Ættleidd børn skulu læra at knýta seg til nýggju foreldrini, og tað gera tey ikki, um onnur fólk eru til staðar alla tíðina, sigur Barbara Brattaberg. Í sendingini Vegamótið fortelur Barbara Brattaberg, hvussu lívið er broytt, eftir hon og maðurin hava upplivað tvær rættiliga ymiskar ættleiðingar. Rúmdarfarið eitur IXV, sum stendur fyri Intermediate eXperimental Vehicle. Talan er um framkomið modelrúmdarfar, sum skal royndarflúgva úti í rúmdini, fyri síðani at venda aftur til Jørðina. IXV verður skotin út við eini Vega rakett, og rúmdarfarið fer frá rakettini í 320 kilometrar hædd. Síðani heldur lítla rúmdarfarið fram ferðina upp í 420 kilomtrar hædd, og tá er ferðin 7,5 kilometrar um sekundið, upplýsir ESA. Øll ferðin varar í umleið ein tíma og 40 minuttir. Rúmdarfarið verður skotið út klokkan eitt føroyska tíð, men til ber at fylgja við beinleiðis her frá klokkan 12 45. Lúsin kostar alivinnuni nógvar pengar hvørt ár, sigur Atli Gregersen. Hann sigur, at tey seinnu árini man viðgerðin móti laksalús hava kostað omanfyri 100 milliónir konur Líkt er til, at amerikanski sangarin og sangskrivarin Jeff Buckley, sáli, er heilt stóra fyrimyndin hjá Jógvani Joensen úr Fuglafirði, sum hevur sungið seg heilt til beinleiðis konsertsendingarnar í X factor. Sjónarmiðið hjá stjóranum á Umhvørvisstovuni kemur, nú landsstýrismaðurin í landbúnaðarmálum hevur ætlanir um at einskilja landsjørðina. Dagstovnaleiðarar í Tórshavnar kommunu skulu hava betri stundir at røkja fakligu námsfrøðina og sleppa undan fyristingarligum uppgávum. Tað er endamálið við bygnaðarbroytingunum hjá Tórshavnar kommunu, nú fyrisitingin á dagstovnaøkinum skal miðsavnast. Tað sigur Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentamálanevndini í Tórshavnar kommunu, sum er farið at endurskoðað og orða politik fyri dagstovnaøkið. Dagstovnaleiðarar hava onga orsøk at stúra fyri sínum starvi, sigur Helena Dam á Neystabø Mentamálanevndin miðar eftir, at arbeiðið at orða barna og ungdómspolitikkin verður liðugt í mars, sigur Helena Dam Neystabø. Eftir støðuga minking í talinum av løntakarum frá 2008 til 2011 eru nú nærum 1.000 fleiri løntakarar í Føroyum. Vøkstur er í talinum av løntakarum í flest øllum vinnugreinum, tó vóru umleið 1.600 færri løntakarar í 2014, sammett við besta árið, sum var í 2007. Í fiski , ali og aðrari ráevnisvinnu hevur talið av løntakarum verið óstøðug seinnu árini, men í 2014 sást størsti vøksturin í hesum vinnum. Tilsamans vóru 4.122 løntakarar í hesum vinnubólkinum í 2014. Í vinnubólkinum byggivinna og onnur tilvirking vendi gongdin í 2013, og fyri fyrstu ferð í seks ár var framgongd, sum hevur hildið á inn í 2014. Privatu tænastuvinnurnar høvdu, sum vinnubólkur, framgongd triðja árið á rað. Í 2014 vóru 8.078 løntakarar, sum eru 143 fleiri enn árið fyri. Í hesum vinnubólki eru tó Fígging og trygging , Postur og fjarskifti og Vinnuligar tænastur færri løntakarar í 2014 sammett við 2013. Hinvegin hevur lutfalsliga stór framgongd verið í vinnugreinini Gistihús og matstovuyrki . Í almennari tænastu vóru 8.852 løntakarar í 2014. Hetta svarar til 1,1 prosent í vøkstri sammett við 2013. Í 2012 var talið 8.914, ið er tað mesta nakrantíð. Annars kann sigast, at meðan 30 prosent av øllum løntakarum vóru knýttir at tilfeingisvinnum í 1985, so er hetta talið tódnað niður í 17 prosent í fjør. Eisini sæst av hagtølunum, at framgongd hevur verið í tali av løntakarum í øllum sýslum í 2014, Sandoyar sýsla undantikin, har afturgongdin í tali av løntakarum síðan 2006 heldur fram. Tvey upptøkulið fylgdu samgonguleiðaranum Jóannesi Eidesgaard og andstøðuleiðaranum Høgna Hoydal teir seinastu fimm dagarnar í valstríðnum. Fimm dagar fyri valdið er um tveir menn, sum báðir vildu hava makt. Høgni Hoydal var tann, sum mest ótolin bíðaði eftir valinum. Fyri formannin í Tjóðveldi var tað altumráðandi at sleppa burturúr andstøðuleiklutinum og aftur fáa veruligt politiskt vald. Jóannes Eidesgaard var hinvegin sinnaður at halda fram í somu samgongu, sum tryggjaði honum løgmanssessin. Hóast tvørrandi samstarv seinastu mánaðarnar undan valinum, sá formaðurin í Javnaðarflokkinum framvegis møguleikar í ABC samgonguni millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Fólkaflokkin. Fimm dagar fyri valdið er fyrst og fremst ein persónslýsing, har sjónvarpsliðini fylgdu høvuðspersónunum, sum flugur á vegginum. Tað eru ikki tey einstøku politisku málini, sum eru í fokus. Filmurin er meira enn nakað annað ein upplivingarferð, sum kann vísa hyggjaranum síður av valstríðnum og politikarunum, sum hann kanska ikki kendi frammanundan. Kringvarpið vísir filmin í tveimum pørtum. Tvey upptøkulið fylgdu samgonguleiðaranum Jóannesi Eidesgaard og andstøðuleiðaranum Høgna Hoydal teir seinastu fimm dagarnar í valstríðnum. Fimm dagar fyri valdið er um tveir menn, sum báðir vildu hava makt. Høgni Hoydal var tann, sum mest ótolin bíðaði eftir valinum. Fyri formannin í Tjóðveldi var tað altumráðandi at sleppa burturúr andstøðuleiklutinum og aftur fáa veruligt politiskt vald. Jóannes Eidesgaard var hinvegin sinnaður at halda fram í somu samgongu, sum tryggjaði honum løgmanssessin. Hóast tvørrandi samstarv seinastu mánaðarnar undan valinum, sá formaðurin í Javnaðarflokkinum framvegis møguleikar í ABC samgonguni millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Fólkaflokkin. Fimm dagar fyri valdið er fyrst og fremst ein persónslýsing, har sjónvarpsliðini fylgdu høvuðspersónunum, sum flugur á vegginum. Tað eru ikki tey einstøku politisku málini, sum eru í fokus. Filmurin er meira enn nakað annað ein upplivingarferð, sum kann vísa hyggjaranum síður av valstríðnum og politikarunum, sum hann kanska ikki kendi frammanundan. Kringvarpið vísir filmin í tveimum pørtum. Á toppfundinum í Minsk í dag verða ukrainski forsetin Petro Porosjenko, russiski forsetin Vladimir Putin, týski samveldiskanslarin Angela Merkel og franski forsetin Fran ois Hollande. Petro Porosjenko, forseti, sigur, at hann er til reiðar at seta landið í undantaksstøðu, um stríðið í eystara parti av landinum gerst harðari. Stjórin og tjóðartingið eru til reiðar at seta alt landið í undantaks støðu, segði forsetin á ráðharra fundi í morgun, og legði aftrat, at hann ikki fór at himprast við at taka ta avgerðina, um álopini frá uppreistrar herliðunum halda fram og harðna. Russiska samráðingarnevndin sigur seg vera bjartskygda, men tekur eisini fyrivarni undan fundinum í Minsk, høvuðsstaðnum í Hvítarusslandi Russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, sigur seg síggja gongdar leiðir, nú samráðingarnar verða fyrireikaðar, men Sergej Lavrov heldur tað vera skeivt, at ukrainar undan samráðingunum seta krav um at fáa fult eftirlit við markinum til Russlands Av toppfundinum í Minsk fer Ukrainski forsetin til Brússel, har stats og stjórnarleiðararnir í ES hava fund í morgin. ES forsetin Donald Tusk hevur boðið Petro Porosjenko á fundin at greiða frá støðuni í Ukraina. Tað er triðju ferð í átta mánaðir, at ukrainski forsetin er á ES toppfundi. Talskvinnan hjá ST flóttafólkastovninum í Italia, Charlotta Samim sigur um støðuna, at hon er ræðulig, og at talan er um eina stóra vanlukku. Sagt verður, at bátarnir fóru úr Libya leygardagin. Teir vóru fýra í tali, hundrað fólk vóru í hvørjum, og flóttafólk, sum eru komin í land, siga, at tann eini báturin hvarv. Charlotta Sami, talskvinna, sigur, at flóttafólkastovnurin hjá ST hevur ávarað ES um, at tilbúgvingin í Miðjarðarhavinum er ov lítil í mun til talið á flóttafólki. Í november í fjør gavst Italia við bjargingarátakinum Mare Nostrum , sum byrjaði í oktober mánað árið fyri og varð sett í verk, tá 366 fólk druknaðu uttanfyri italsku oynna Lampedusa. ST flóttafólka stovnurin ávaraði Italia og segði, at gavst Italia við bjargingartiltakinum fór tað uttan iva at hava við sær, at fleiri flóttafólk fóru at drukna. Flóttafólkastovnurin sigur, at í fjør doyðu 3.500 fólk í royndini at koma tvørtur um Miðjarðarhavið til Evropa, meðan meira enn 200.000 fólk vóru bjargað. Tá Frans pávi í november mánað helt røðu í ES parlamentinum, heitti hann á Evropasamveldið um, at londini í felag at taka neyðugu stigini, tí sum hann segði Vit kunnu lata Miðjarðarhavið gerast ein stóran kirkjugarð. Politikkurin skal vera grundarlag undir ætlaðu bygnaðarbroytingunum á dagstovnaøkinum, sigur forkvinnan í mentamálenvndini í Tórshavnar býráð. Náttúran er so dýrabær, at ongin privatpersónur kann eiga hana. Øll eiga rættin til lendið, sigur Bill Justinussen, tingmaður í Miðflokkinum. Hann mælir harðliga frá at privatisera landsjørðina, millum annað tí hann óttast fyri, at nakrir fáir persónar fara at seta seg á alla jørð í Føroyum. Samgongufelagi hansara, Bjarni Djurholm úr Fólkaflokkinum, heldur at ein privatisering fer at skapa meira dynamikk í landbúnaðinum, tí bóndurnir fara at gera meira við vinnuna, tá teir sjálvir eiga jørðina. Og rættindini hjá fólki at ganga í náttúruni kunnu saktans tryggjast í serstakari lóg, sigur hann. Ein privatisering fer at gera bóndurnar nógv meira skuldarbundnar enn teir eru í dag, tí teir noyðast at taka stór lán fyri at keypa jørðina, ávarar Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi. Hon heldur, at í staðin fyri kjakið um privatisering, eiga vit heldur at tosa um, hvat tað er fyri landbúnað, vit vilja hava í Føroyum í framtíðini. Vit hoyra vælkena hoyrispælið um Karius og Baktus. Erling Simonsen sigur frá. Høgni Joensen legði til rættis í 1988. Jákup Thomsen spældi tónleikin. Óli Kurt Hansen og Elin Mouritsen eru við. Hóast Sjóvinnustýrið fríggjadagin almannakunngjørdi frágreiðing um vanlukkuna fyri júst einum ári síðani, tá garnaskipið Anita misti ein mann, er Sjóvinnustýrið ikki liðugt við málið enn. Sjóvinnustýrið kannar nú, um lógir, kunngerðir ella aðrar reglur um trygd á sjónum vórðu brotnar á Anitu. Verður niðurstøðan tann, at trygdin hjá manningini ikki var í lagi, kann Sjóvinnustýrið lata fútanum málið. Men so langt eru vit ikki komin enn, sigur Hans Johannes á Brúgv, stjóri í Sjóvinnustýrinum. Sambært sjóvanlukkufrágreiðingini hjá Sjóvinnustýrinum vóru arbeiðsumstøðurnar á dekkinum eftir øllum at døma ótryggar, tí órudd var á dekkinum og ikki bar til at ganga á øllum arbeiðsøkinum. Harafturat var veðrið vánaligt um kvøldið 11.februar í fjør, tá vanlukkan hendi. Vindferðin var 20 25 metur sek., og alduhæddin var fimm til átta metrar. Veðrið hevði verið vánaligt í nógvar dagar. Óruddið á dekkinum hevur eftir øllum at døma kravt meira enn vanligt umhugsni av teimum, sum arbeiddu har. Tá vanlukkan hendi, hevði maðurin, sum bleiv fastur í einum trossa, verið á vakt í næstan 16 tímar og tað kann hava gjørt, at hann hevði ilt við at hugsavna seg um arbeiðið. Ar atbeiða 16 tímar og hava átta tíma frívakt er í lagi sambært reglunum. Men slíkt áhaldandi arbeiði krevur góðar umstøður og gott veður, stendur í frágreiðingini hjá Sjóvinnustýrinum. Eingin knívur var beint við, har sum maðurin fór fyri borð. Hinir, sum vóru á dekkinum, hildu, at tað hevði kunnað bjargað manninum, um knívur var beint við, so maðurin kundi skerast leysur. Sjóvinnustýrið staðfestir, at samskiftistrupulleikar vóru á Anitu, tí menn tosaðu ymisk mál. Fýra mál vóru brúkt, føroyskt, spanskt, enskt og indonesiskt. Sagt verður eisini, at hinir á dekkinum ætlaðu at kasta ein bjargingarring eftir manninum, men teir fingu ikki ringin leysan. Vanlukkan hendi, tí fløkja kom í gørnini, meðan tey fóru út. Maðurin, sum fór fyri borð, ætlaði at greiða fløkjuna og traðkaði niður í ein lykkju, sum lá niður á reiðskap, pakkitilfar og vatnfløskur, skrivar Sjóvinnustýrið í sínari frágreiðing. Í summar kemur nýggi brunnbáturin hjá felagnum, Hans á Bakka , til landið, og hann verður útgjørdur at viðgera laksin fyri lús í feskvatni. Royndir vísa, at laksalús livir í mesta lagi tríggjar tímar í feskum vatni, og tí seta tey á Bakkafrost sítt álit á, at báturin kann verða við til at loysa lúsatrupulleikan, sigur Regin Jakobsen, stjóri í Bakkafrosti. Tað var 23. januar, at kjallarin í handilsskúlanum á Kambsdali stóð undir í vatni, tí ein á var lopin og rann inn í skúlan. Hjalmar Hansen, skúlastjóri, sigur, at 1,7 millión er leyslig meting. Eitt nú skal streymurin leggjast av nýggjum, motorar og stýrisskipanin til útsúgvingina skulu skiftast, og motorur og annað til lyftina skal eisini skiftast. Tryggingin kannar í løtuni skaðan, og tá hon er liðug við arbeiðið, ber til at fáa endaliga upphædd fyri, hvussu stórur skaðin er, sigur Hjalmar Hansen, skúlastjóri á handilsskúlanum á Kambsdali. Nú týsdagin 17. februar skipar Ættleiðingarfelagið fyri einum evnisdegi fyri ættleiðingarforeldur har evnið er yvirlivingar strategiir hjá ættleiddum børnum á barnaheiminum og í barna og ungdómsárunum. Í útvarpsstovuna eru komin Annie Heinesen forkvinna í Ættleiðingarfelagnum og Lars Ask Røgilds, sum skal hava henda evnisdagin hjá Ættleiðingarfelagnum Morgunsendingin skipar listatiltakið saman við Kinnu Poulsen, listaummælara. Verkið, sum Kinna Poulsen dámar best, hevur Marjun Jógvansdóttir tikið. Allar myndirnar kunu síggjast í myndaskjáttuni her Samráðingar um vápnahvíld í Eysturukraina, hava verið í hvítarussiska høvuðstaðnum, Minsk, alla nátt og allan gjár. Hetta skrivar heimasíðan hjá BBC fyri lítlari løtu síðan. Fundur hevur verið millum ukrainska forsetan, russiska forsetan, týska samveldiskanslaran og franska forsetan. Ákærin kravdi fongsulsrevsing í 26 ár. Yvir 4.000 fólk vóru við skipunum, 32 druknaðu og 64 fingu skaða, tá skipið tók, og síðani koppaði. Óhappið hendi fyri trimum árum síðani, í januar í 2012. Ákærin hevur ført fram, at øll kundu komið frá hendingini við lívinum, um skiparin alt fyri eitt hevði givið boð um at fáa fólkini av skipinum. Skiparin hevur sjálvur greitt frá, at hann datt í ein bjargingarbát, og síðani fekk boð um ikki at fara umborð aftur í skipið. Reuters skrivar, at skiparin ikki skal sita beinanvegin, men at hann sleppur at bíða til málið er viðgjørt í hægri rætti. Tað kann taka langa tíð, tí rættarskipanin í Italia virkar seint, skrivar Reuters. Skiparin varð dømdur 10 ár fyri óviljað manndráp, fimm ár fyri at vera orsøkin til óhappið, og eitt ár fyri at vera farin av skipinum, sum ein av teimum fyrstu. Leygardagin verður skipað fyri minningarhaldi í Sandvík og ein av teimum sum hevur staðið á odda fyri hesum minningarhaldinum er Louisa Lagfoss í Sandvík. Hugburðurin í Føroyum hevur verið, at næmingar so vítt gjørligt skulu fáa undirvísing í síni heimbygd, og tí vóru síðst í 19. og fyrst í 20. øld skúlar bygdir í nógvum bygdum. Eisini vórðu ferðalærarastørv skipað, har lærarin undirvísti í fleiri skúlum, eisini í skúlum, ið ikki vóru í somu oyggj. Tað var sum meginregla lærarin, sum flutti millum skúlar og ikki næmingarnir. Hetta stendur í tilmæli til skúlabygging og lærumiðstøðir hjá Mentamálaráðnum. Tað hevur tikið drúgva tíð at gjørt nakað við støðuna, at undirvísa á staðnum, hóast vegakervið røkkur um alt landið, og almennir flutningsmøguleikar eru sera góðir. Royndir hava verið gjørdar at minka um skúlatalið, millum annað í seksti og sjeyti árunum, men síðan hevur skúlatalið verið rættiliga støðugt, til kommunur seinastu árini sjálvbodnar hava lagt saman, ella at barnatalið í útjaðaranum er so nógv minkað, at eingi børn hava verið eftir í bygdini ella, at foreldur hava valt at skriva børn síni inn í ein størri skúla. Í skúlaárinum 2013 14 er samlaða næmingatalið í fólkaskúlanum 7014 næmingar, sum ganga í 47 fólkaskúlum kring landið umframt trimum frískúlum. Seinastu 6 árini er talið á skúlum fari úr 61 til 47 skúlar. Smáu skúlarnir við 1 49 næmingum eru fækkaðir mest við 17 skúlum, meðan tað eru 6 skúlar fleiri, ið hava 50 99 næmingar. Stórur munur er ikki í hinum skúlastøddunum, men tilsamans eru 14 skúlar færri. Myndin sýnir Jonathan Jacques Louis, sum er 21 ára gamal, og Alexander Semyonov, sum er 25. Semyonov liggur á rygginum í seingini, og Louis situr, tætt kroystur at Semyonov. Myndin er døpur, og tað er ótti at hóma í eygunum á Louis. Fotografurin Mads Nissen tók myndina í Sankta Pætursborg seinasta ár. Tá starvaðist hann á Berlingske Tidende. 5.692 fotografar sendu tilsamans 97.912 myndir til kappingina um ársins pressumynd, og tað bleiv so Mads Nissen sum fór við heiðrinum World Press Photo of the Year. Kapingin var hildin í Hollandi, og høvuðsdómarin, Michele McNally, sum er fotoleiðari á New York Times sigur, at henda myndin kann fara í søgubøkurnar, tá tað vísur serligan etestik og menniskjansskap. Sjálvur er Mads Nissen serliga glaður, at tað bleiv henda myndin sum vann. Myndin vísir kærleika. Kærleika millum tveir menn. Tað er ikki ein sjúka at vera samkyndur, men tú verður borin í heim sum samkyndur, sigur Mads Nissen. Forkvinnan í Pedagogfelagnum, Maud Wang Hansen, undrast stórliga á mannagongdir og grundgevingarnar hjá kommununi fyri ætlaðu bygnaðarbroytingunum. Kommunan ætlar, at stovnsleiðarar ikki longur skulu hava ábyrgd av fíggjar og starvsfólkaviðurskiftum ella hava yvirskipaðu ábyrgdina á stovinum. Sambært kommunu er endamálið við bygnaðarbroytingunum, at stovnsleiðarar skulu sleppa undan fyristingarligum uppgávum og ístaðin styrkja námsfrøðiliga arbeiðið. Charlotte Rørth er journalistur. Hon livdi eitt vanligt lív við manni og synum. Hevði als ongan átrúnaðarligan áhuga ella tráan. Hon lat børnini doypa, varð gift í kirkju. Hon var ein kulturkristin. Fyri nøkrum árum síðani var hon á arbeiðsferð í Spania. Tá, sigur Charlotte, møtti hon Jesusi, og hetta hevur broytt alt lív hennara. Hon sigur, at eg trúgvi ikki, eg veit Charlotte Rørth hevur skrivað bók um hesar upplivingar, ið er komin út á forlagnum hjá Informatión. Bókin hevur vakt miklan ans, nógv jalig ummæli hava verið. Bókin varð útseld eftir fáum døgum. Samstundis hava flestu veitarar lagt seg eftir at fáa sær ein grønan profil. Ein teirra er Demich í Havn, sum 27. januar fór um tey 55 árini sum veitari av hita , ventilatións og sanitetsútgerð. Seinastu árini hevur Demich ment seg til eisini at vera ein av fremstu veitarum av grønari orku í Føroyum, tað veri seg úr luftini, jørðini ella sjónum. Tað er deiligt at møta fólki úr øllum landinum og hava eina viku saman, siga tey sum eru á pensionistaviku í løtuni. Tey eru úr 63 og upp í 89 ár, men kvinnurnar eru í stórum yvirluta. Í morgun vitjaði G ðan morgun Føroyar, meðan tey ótu morgunmat. Hoyr samrøðuna omanfyri Karen Kristianna Hildardóttir Gram hevur saman við tveimum donskum gentum framleitt stuttfilmin, Kópakonan. Filmurin er ein partur av eini bachlor uppgávu, sum tær hava staðið. Karen Kristianna, leggur dent á søgnin um kópakonuna skal út til útlendingar, og tískil hava tær latið kópakonuna í ein nútíðar ham. Tú kanst síggja stuttfilmin her. Bakkafrost hevur biðið myndugleikarnar um loyvi at ala øðrvísi, enn gjørt verður nú. Felagið heldur at tað hevði bøtt um trupulleikan við lúsini, um alt smoltið varð sett út í ein fjørð, og nakrar mánaðir seinni, reinsað fyri lús, og síðani flutt á ein annan fjørð, har eingin lús var frammanundan. Fundur var um ætlanina í desember, og fundur verður aftur nú í februar. Alt verður eftir lóg frá 2003, og endamálið er at broyta gongdina í alivinnuni sum heild, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti Rættarfundurin varð hildin í Kairo, og dómarin avgjørdi at lata teir báðar blaðmenninar leysar móti veðhaldi. Hetta skrivar Sky News. Teir eru skuldsettir at hava logið og at vera talirør fyri Muslimska Bró ður felagsskapin, sum egyptiska stjórnin hevði skýrt yvirgangsfelagsskap. Annar blaðmaðurin hjá Al Jazeera, Mohamed Fahmy, helt egyptiska flaggið uppi og unnusta hansara rópti leingi livið rættvísi, , tá dómarin hevði lisð dómin. Fleiri mannarættindafelagsskapir, bløð og sjónvarpsstøðir hava seinasta árið gjørt nógv burturúr søguni og sagt at fongslingin er reint politisk. Menninir gjørdu bert sítt aebiðið. Vága Floghavn fær ikki tikið myndir av nummarplátuni á bilum, sum brúka bilplássið við flogvøllin, fyrr enn løgtingið hevur samtykt lógina, sum gevur heimildina. Vinnumálaráðið hevur gjørt lógaruppskotið, sum tó ikki enn er komið í tingið. Lógin verður sera stutt, hon fer bara at siga, at P F Vága Floghavn hevur rætt uttan viðurlag at fáa upplýsingar frá Akstovuni um brúkarar og ánarar av akførum við tí endamáli, at krevja inngjald fyri nýtslu av parkeringarøkinum hjá P F Vága Floghavn. Uppskotið er til hoyringar í løtuni. Dátueftirlitið gjørdi vart við, at Vága Floghavn ikki uttan nakra lógarheimild kann skráseta bilar, sum brúka bilplássið við flogvøllin. Dátueftirlitið sigur, at sambært persónsupplýsingarlógini skal P F Vága Floghavn hava lógarheimild fyri at seta nýggju parkeringarskipanina í gildi, tí upplýsingar í henni verða samankoyrdar við upplýsingar hjá Akstovuni. Er eingin lógarheimild, skal hvør einstakur bileigari geva loyvi til at brúka mynd av nummarplátuni, tá pengar skulu krevjast fyri at hava bilin standandi við flogvøllin. Vága Floghavn hevur gjørt eina skipan sum ta undirsjóvartunlarnir hava. Myndir verða tiknar av nummarplátuni á bilum, sum brúka bilplássið. Vága Floghavn fær síðani at vita frá Akstovuni, hvør eigur bilin, og so verður rokning send. Men skipanin er ikki brúkt enn, tí lógarheimildin er ikki komin. Tað er margháttligt, at Tórshavnar kommuna ætlar at orða ein barna og ungdómspolitik uttan at fakkunnleikin er kunnaður ella tikin við upp á ráð yvirhøvur, heldur Maud Wang Hansen, forkvinnan í Føroya Pedagogfelag. Maud Wang Hansen undrast á, at tað nú brádliga hevur skund hjá kommununi at orða politik fyri økið, nú kommunan ætlar at fremja umfatandi bygnaðarbroytingar á dagstovnaøkinum. Arbeiðið við at gera nýggja fótbóltsvøllin í Hólmanum á Eiði gongur framá, og longu í summar liggur eitt spildurnýtt graslíki á vøllinum. Talan er um sama graslíki, ið liggur á fótbóltsvøllinum við Stórá í Trongisvági. Hetta er ein felags avgerð, ið vit hava tikið í samráð við millum annað venjarar og spælarar í EB Streymi, sigur Jógvan í Skorini, borgarstjóri í Eiðis kommunu. Áðrenn graslíkið kann leggjast á, skal ymiskt fyrireikingararbeiði gerast, og hetta fer Eiðis kommuna nú at syrgja fyri, soleiðis at klárt verður at taka ímóti nýggja graslíkinum. Eftir ætlan verður byrjað at leggja graslíkið á tann 1. juni í ár, og arbeiðið kann væntast at taka umleið ein mánað Av teimum eru 17 sonevndir rannsóknartúrar og 4 eru praktiskar fiskiroyndir . Fyrsti túrurin er, sum vant, ein hydrografiskur rannsóknartúrur, har hiti, salt og onnur umhvørvistøl verða mátað. Endamálið við hesum er at fylgja við broytingunum í havinum kring Føroyar. Túrurin er partur av regluligu kanningunum eftir seks standardskurðum, sum ganga út frá landgrunninum. Hesin túrurin er eisini partur av altjóða verkætlanini, NACLIM, har tilsamans 17 grannskingarstovnar úr 9 evropiskum londum eru við. Triði spurningur er um eina samansetta familju við tínum og mínum børnum og seinasti spurningur er um eitt vinalag, sum onkursvegna er farið í vaskið. Eisini mynstrar Gutti umborð á Norðheim, har hann hittir manningina og sleppur at eta feska jákupskel av heimsins besta running sushi borði. Heima aftur í bygdini hentar Gutti alskins urtir og grønmeti millum húsini, áðrenn forkunnugi skeljafongurin verður matgjørdur og borðreiddur fyri bygdarfólkinum í hugnaligu húsunum hjá Mayfinni. Hinvegin tekur formaðurin í Bóndafelagnum undir við teimum, sum føra fram, at vit skulu hava yvirskipaðar karmar, sum siga, hvørji mál landbúnaðarin skal seta sær. Tað sigur Hans Falkvard Hansen, sum fekk hjartasteðg á bryggjuni í Skopun í mai í fjør. Hann hevði sjálvur skotið tey fýra upp at fáa heiðurin. Alla hesa vikuna í barnaútvarpinum hava vit hoyrt um Thorbjørn Egner. Vit hava hoyrt vælkendar søgur og sangir. Og í dag fara vit at hoyra eitt brot úr einari søgu, sum Thorbjørn Egner eisini hevur skrivað. Hetta er ein leikur, sum var gjørdur til Barnaútvarpið fyri langari tíð síðani. Vit fara nevniliga at hoyra 1. part um Klintrimús og øll hini í Valbakkaskóginum. Eyðun Johannesen týddi og sigur frá. Marius Rein og Finnbogi Johannesen tóku upp. Kom og lurta Enn hevur andstøðan ikki fingið svar frá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum í samband við samráðingarnar um fiskivinnunýskipanina. Formenninir í andstøðuflokkunum sendu í seinastu viku Jacob Vestergaard, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, bræv um samráðingarnar um eina nýggja fiskivinnunýskipan. Fyrstu kanningarnar av Norðhavssildini sum norsk skip eru í ferð við at gera, vísa, at sildastovnurin er 8 milliónir tons, tað er tvær ferðir so nógv, sum fiskifrøðingar hava mett, skrivar Fiskaren. Eingin vil vátta metingarnar fyri blaðnum, men blaðið sigur seg hava fingið at vita, at tað sær væl út hjá sildini, vísa kanningarnar hjá teimum trimum skipunum, sum kanna sildastovnin. Fiskifrøðingurin, Aril Slotte, sum stendur á odda fyri kanningunum, sigur við Fiskaren, at tað sær gott út, og sild er at síggja allastaðni, men hann vil ikki gera nakra niðurstøðu fyrr enn kanningarnar eru lidnar. Norsku sildakanningarnar eru komnar í helvt, og tær enda týsdagin. Tey trý skipini hava kannað sild bæði á bankum, og skulu eisini kanna sildina inni á firðunum. Arbeiðið hevur higartil gingið sum tað skal, sigur Aril Slotte við blaðið. Væntandi verður eitt úrslit av kanningunum greitt um eina tvær vikur, skrivar Fiskaren. Tað er sjálvandi óheppið, at semja ikki kundi fáast um tilmælið, men hatta var kanska væntandi, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, sum í gjár fekk frágreiðing um ognarskap og bygnaðin á elorkuøkinum í Føroyum. Grundleggjandi ósemja er í arbeiðsbólkinum, sum gjørdi frágreiðingina. Semja er ikki um, antin landið eigur at yvirtaka SEV, ella um kommunur framvegis skulu eiga SEV. Landsstýrið heldur, at elveiting sum heild ikki longur er ein kommunal uppgáva, men eigur, eins og í grannalondunum, at verða latin landinum. Men kommunurnar vísa á, at tær í áratíggju hava røkt ognarskapin til lítar og megnað at bygt upp eina, sum tær siga, vælvirkandi og framkomna elveiting. Semja var heldur ikki í arbeiðsbólkurin, um bygnaðurin í SEV skal broytast fyri at styrkja møguleikan fyri kapping um at veita streym. Landsstýrið heldur, at net og framleiðsla helst skulu skiljast sundur. Men av tí at hetta er so víðfevnt stig, verður í fyrsta lagi mælt til at gera greitt deildarbýti millum framleiðslu og net. Kommunurnar halda ikki, at nóg góðar grundgevingar eru fyri sundurskiljing, sum bæði er sera trupul og dýr at fremja í verki. Landsstýrið heldur tað vera óheppið, at kommunalpolitikarar manna aðalfundin hjá SEV, sum ger íløguætlan og ásetur prísin. Hetta er ikki sambært siðvenju um góða leiðslu og avmarkar harafturat virkisførið hjá nevndini. Tað kann eisini hava við sær, at óheppin atlit ávirka íløgur í elorkuskipanina, heldur landsstýrið. Landsstýrið mælir til at skipa SEV sum partafelag. Og í nevndini hjá SEV eiga at vera fólk, sum eru før fyri at sparra við leiðsluna og hava eftirlit við henni og ikki kommunustýrislimir, sum eru valdir eftir eina politiska telving. SEV viðger í løtuni uppskot frá Tórshavnar kommunu um at fáa serfrøði í nevndina hjá SEV. Í arbeiðsbólkinum, sum gjørdi frágreiðing um ognarskap og bygnaðin á elorkuøkinum, vóru fólk frá Jarðfeingi, SEV og Vinnumálaráðnum, og ein stýribólkur við umboðum fyri Kommunufelagið og Vinnumálaráðið hevði eftirlit við arbeiðinum hjá arbeiðsbólkinum. Johan Dahl vil nú hava løgtingið at taka støðu til í aðalorðaskifti, um yvirhøvur ber til at hava kapping á føroyska elmarknaðinum. Fríggjadagin 30. januar kom brek á sjókaðalin millum Suðuroy og Sandoy. Hetta hevur síðan tá havt ávirkan á nakrar av fjarskiftistænastunum í Suðuroy. Serliga eru tað breiðbandstænasturnar, sum hava havt avmarkaða orku. Seinnapartin í gjár varð nýtt radiosamband sett upp, sum hevur við sær, at breiðbandstænastan aftur virkar sum vanligt, skrivar FT net. Arbeitt verður víðari við at umvæla tey brek, sum nú eru á sjókaðalsambandinum til Suðuroyar. Um viðrar, verður brekið á kaðalinum millum Skálavík og Víkarbyrgi væntandi umvælt seinni í hesari vikuni ella í komandi viku. Miðlarnir í landinum seta spurnartekin við avtaluna, sum kemur í gildi á miðnátt í annaðkvøld, tá allir bardagar skulu steðga. Tey halda at russiski forsetin, Vladimir Putin fekk tað sum hann vildi hava. Størst spurnartekin verður sett við, at Krim hálvoyggin als ikki varð umrødd í samráðingunum, og ukrainsku miðlarnir skuldseta vesturheimin fyri at hava latið Ruslandi Krim hálvoynna. Tað sama er galdandi fyri stór økir har eysturi í landinum, sum uppreistrardeildirnar hava valdið á. Har skal eitt slag av heimastýri skipast, sum uppreistrardeildirnar hava ræðið á, og fólkið í teimum økjunum skulu rinda eitt nú skatt til sítt egna øki, og ikki til samlaða Ukraina. Semjan hevur eisini við sær, at eitt serligt løgreglulið skal skipast í økinum við Donetsk, har sum uppreistrardeildirnar hava valdið. Miðlarnir í Ukraina seta sum heild spurnartekin við avtaluna, og siga seg ikki trúgva at hon fer at halda serliga leingi. Støðan í ES tykist at vera tann sama, tí hóast ES hevði ein virknan leiklut í avtaluni, so koma ætlaðu herdu tiltøkini ímóti Ruslandi í gildi mánadagin, sum ætlað. Rusland skal prógva, at landið fer at halda gjørdu avtalurnar, áðrenn tiltøkini verða linkað, hevur ES gjørt av. Tað tók leiðaarunum í Ruslandi, Ukraina, Týsklandi og Fraklandi 17 tímar at gera nýggju avtaluna um Ukraina, sum kemur í gildi á miðnátt í annaðkvøld. Oljuprísurin hækkar aftur, og er nú tann hægsti, higartil í ár. Í morgun verður ein tunna av olju úr Norðsjónum seld fyri slakar 60 dollarar, og so høgur hevur prísurin ikki verið í ár. Ein tunnav av olju úr USA, verður seld fyri góðar 51 dollarar fyri tunnuna. Orsøkin til hækkandi oljuprísin er, at tað í gjár eydnaðist at gera eina semju um vápnahvíld í Ukraina, og at Grikkaland og ES londini fara at tosa um at finna eina semju um griksku skuldina. At semja fekst um eina vápnahvíld í Ukraina, fer at hava við sær, at ES londini sum frálíður fara at linka tiltøkini sum eru sett í verk ímóti Ruslandi. Tiltøkini hava tyngt búskapin í londunum í Europa og í Ruslandi. gerast viðurskiftini betri, so fer eftirspurningurin eftir olju at vaksa, siga eygleiðarar. Útlit eru eisini fyri, at Týskland og Grikkaland fara at semjast um griksku skuldina, og tað fer at hava við sær, at stríðið í samstarvinum um evruna, fer at linka. Grikkaland hevur boðað frá, at landið er sinnað at tosa við lánsveitaranar um skuldina, og Grikkaland skal í dag á fund við ES nevndina og Altjóða Valutagrunnin, IMF, fyri at umrøða skuldarspurningin. Tey bæði eru samd um, at mest fæst burtur úr ferðini, tá staðkendur persónur kann geva teimum góð ráð. Á tann hátt sleppur man at uppliva ymiskt, sum vanlig ferðafólk ikki síggja Í gjárkvøldið var fyrstaframsýning av filminum Fifty Shades of grey, sum er gjørdur eftir skaldsøguni hjá E.L. James við sama heitið sum milliónir av kvinnum hava lisið um allan heim. Men tað eru fleiri sum finnast at hvussu bæði bókin og filmurin viðgera kvinnur og tað fara vit at tosa um í morgun. í útvarpsstovuna er komnar Marna Jacobsen og Malan Eyðunsdóttir sum báðar hava eina meining bæði um bókina og filmin Line Rafn er til elektro popp, og eg vil syngja orduligar sangir, ikki hendan nýggja poppin sum hini syngja. Men hendan samansetingin millum meg og Linu Rafn riggar sera væl, sigur Jógvan Joensen. Tað í kvøld at tú hevur møguleikan at síggja og hoyra Jógvan Joensen úr Fuglafirði í ársins fyrstu beinleiðis X factor sending á DR. Jógvan Joensen sigur at hann sleppur at vera tann hann er og lata seg í tey klæðir hann vil í. Hoyr samrøðuna við Jógvan omanfyri Er Keypsportalurin farin at grava undan lønarrættindum, sum fakfeløgini hava vunnið, og samráðingunum á arbeiðsmarknaðinum Hendan spurning hevur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, fingið frá Kristinu Háfoss, løgtingskvinnu, nú fyri fyrstu ferð verður lýst eftir fólki á almenna Keypsportalinum. Gjaldstovan hevur boðið út eitt verkætlanarstarv á Keypsportalinum. Kristina Háfoss spyr Jørgen Niclasen, um tað er samsvarandi almenna setanarpolitikkinum, tá Gjaldstovan bjóðar út eitt starv á keypsportalinum, har tímataksturin telur 50 prosent í vektingini, og førleikar, útbúgving og royndir telja hina helvtina. Samanumtikið verður eitt alment starv boðið út, og tann, sum kann bjóða seg fram at gera arbeiðið fyri lægstu lønina, umframt at hava rættar førleikar, útbúgving og royndir, fær starvið, sigur Kristina Háfoss. Hon spyr eisini landsstýrismannin, um ætlanin nú er, at almennir stovnar í framtíðini skulu kunna nýta Keypsportalin at bjóða út almenn størv. Gjaldstovan skal brúka fólk at gera eina strategi um, hvussu tænastur hjá tí almenna skulu talgildast. Arbeiðið skal, sambært útboðnum á Keypsportalinum, gerast í hesum árinum. Saman fáa tey heiðurin at verða kosin Ársins Fyrstahjálparar, tí tey bóru sera skjótt at við at veita lívbjargandi fyrstuhjálp tá Hans Falkvard Hansen, fall í óvit í mai í fjør orsakað av hjartatilburði. Sjálvur sigur Hans Falkvard Hansen soleiðis frá tilburðinum, ið hendi á kaiini í Skopun í sambandi við Team Rynkeby súkling Eg súkklaði oman á havnalagið í Skopun henda góðveðurs morgun, súkklaði inn á parkeringsplássið á kaiini, men so bleiv alt svart. Eg minnist tí einki um tað megnararbeiði, sum tey 4 omanfyrinevndu gjørdu fyri at bjarga mær lívinum. Hjartað var steðgað, og í tveimum ella trimum umførum stríddust tey fyri at fáa lív í meg aftur. Sólrun Ørvarodd, sjúkrarøktarfrøðingur, byrjaði at geva mær kunstigan andadrátt, so skjótt eg var smallin um. Niels Juul Olsen, bussførari, leyp til og gav mær hjartamassagu. Arndis Nicolajsen, fór niðan í Telebúðina í Skopun eftir hjartastartaranum, samstundis sum hon ringdi til dóttur sína, Jónu, sum er portørur. Hon kom beinanvegin á staðið og brúkti hjartastartaran, tá tey tvær ferðir til fánýtis, høvdu roynt at fáa lív í meg. Nú bragdaði, og lív rann í meg aftur. Hjartaligt nærlagni, hepni og kønar hendur bjargaðu mær. Reyði Krossur tilnevnur hesi fýra Ársins Fyrstahjálparar, tí tey hava givið góða fyrstuhjálp og samstarvað sera væl. Tey komu skjótt í gongd við at geva hjarta lungna bjarging, HLR, og tað at hjartastartari skjótt kom á staðið, hevur verið við til at bjarga Hans Falkvard Hansen. Sigurd Jan Tavsen er tilnevndur sum nummar tvey, Jennleyg Kallsoy sum nummar trý og Jónstein Petersen sum nummar fýra. Tey hava øll trý á ymiskan hátt víst stórt dirvi og hava verið við til at bjarga mannalívi. Hetta er trettanda ferðin Reyði Krossur Føroya heirðar Ársins Fyrstahjálpara. Reyði Krossur Føroya tilnevndi fyrstu ferð Ársins Fyrstahjálpara fyri 2001, og síðani hevur hetta verið ein fastur táttur at varpa ljós á týdningin av kropsligu og sálarligu fyrstuhjálp. Blaðið hevur greinað roknskapirnar hjá 8 familjufyritøkum í Føroyum í 2013, og tær standa fyri tilsamans 82 prosentum av útflutninginum sama árið sambært blaðnum. Fyritøkurnar talan er um, eru alifyritøkurnar Bakkafrost, Luna og Marine Harvest og reiðaríini Varðin, JFK, Palli hjá Mariannu, Framherji og Enniberg. Hesar átta fyritøkur umsettu fyri meira enn 5 milliardir krónur í 2013. Sama ár var samlaði útflutningurin í Føroyum góðar seks milliardir krónur. Bakkafrost, sum hevur nógv flest aliloyvir 15 í tali, umsetti fyri 2,4 milliardir krónur í 2013 tað er meira enn ein triðjingur av føroyska útflutninginum tað árið. Umleið 1.600 fólk vóru í starvi hjá hesum átta fyritøkum í 2013. Nógv tey flestu hjá Bakkafrosti, sum hevði 640 fólk í starvi í 2013 meðan PF Varðin hevði 312 heiltíðarstørv hetta tíðarskeiði. Tí hevur Johan Dahl, landsstýrismaður, biðið løgtingið um ein dag til aðalorðaskifti. Men kann ikki hugsast, at í løgtinginum eru líka nógvar meiningar um evnið sum har eru flokkar, og hvat er so vunnið, hava landsstýrismaðurin og Vinnumálaráðið so nakað grundarlag at arbeiða víðari á Aðalorðaskiftið skal eisini vera um, hvussu føroyingar yvirhøvur fáast til at brúka grøna, ella orku frá varandi orkukeldum, so sleppast kann undan oljuni. Fløgan er tikin upp á konsert, sum varð hildin fyri akkurát einum ári síðan í Múllers pakkhúsi á kærleiksdegnum. Á fløguni eru 12 heitir kærleikssangir, ið byggja á yrkingar eftir 10 ymiskar yrkjarar. Millum yrkjararnar eru Janus Djurhuus, Gunnar Dahl Olsen, Pól F. og aðrir. Hanus G. Johansen eigur øll løgini, og Pauli í Sandagerði eigur allar útsetingarnar. Samstarvið millum Hanus G. Johansen og Cantabile er ikki nýtt. Pauli og Hanus arbeiddu fyrstu ferð saman longu 1984, tá ið tónleikamyndin Jesus og Makedonarin varð framførd, og seinni fóru kvinnukórið Cantabile og fólkasangarin at syngja saman, millum annað á konsertferðum í Norðurlondum. Samspælið millum kór og sangara er serstakt og hugvekjandi. Útsetingarnar til løgini, summi kend og onnur nýggj, geva yrkingunum dýpd og vídd, og mótsetningurin millum djúpu røddina hjá Hanusi og ljósu kvinnurøddirnar skapa bæði spenning og harmoni. Cantabile hevur áður útgivið fløguna Seinnameiri, og Hanus G. Johansen hevur millum annað útgivið Gaman og Álvara, Bouquet, Fr leddigen, Hørpuspælaran og Á fold eru túsund gudar. Tað verður ikki bara sum at siga tað hjá landinum at yvirtaka SEV. Og ókeypis verður tað ikki. Vinnumálaráðið heldur ikki, at ein slík yvirtøka gevur kommununum, sum eiga SEV, rætt til endurgjald, annað enn egininnskotið við rentum. Tað talið kann, leysliga mett, verða okkurt um 85 milliónir krónur ella góðar 330 milliónir, tað veldst um, hvussu rentan verður roknað ella, hvør renta verður brúkt. Eitt annað sjónarmið hjá landsstýrinum er, at brúkararnir, Føroya fólk, hevur goldið SEV, og tí eigur SEV ikki rætt til ovurstórt endurgjald. Kommunurnar og SEV halda ikki, at landið skal eiga SEV. Skal landið yvirtaka SEV, eigur bókaða eginognin at vera fíggjarliga byrjanarstøðið fyri endurgjaldinum, halda kommunurnar. SEV hevur víst á, at síðst í 2010 var eginognin hjá SEV 890 milliónir krónur Semja er kortini um, at landið kann ikki yvirtaka SEV uttan at semja er um tað millum landið og kommunurnar. Prestagjaldið telur 8 kirkjusóknir í Norðstreymoy Tjørnuvík, Haldórsvík, Hvalvík, Saksun, Hósvík, Kollafjørður, Kvívík og Vestmanna. Ætlanin er, at komandi sóknarpresturin tekur við starvinum 1. mars í ár ella so skjótt, sum til ber, skrivar heimasíðan hjá fólkakirkjuni. Hesar upptøkurnar vórðu gjørdar á stóra tiltakinum hjá Sláið Ring og Kringvarpinum tann 24. januar, tá seks dansifeløg kvóðu 13 vísur og kvæði at senda í sjónvarpinum í ár. Tann fyrsta verður send mánakvøldið klokkan21. Rasmus var ein av teimum, sum skipaðu fyri, og hann heldur, at hetta tiltakið kundi verið tikið upp aftur við fleiri dansifeløgum. Tvær ferðir seinasta hálva árið hava bilar koyrt á børn, og bilførararnir eru rýmdir av staðnum, og tað er revsivert, sigur løgreglan. Bilførarin, sum rendi á Óla Djurhuus, hevur ongantíð latið við seg koma, hóast hendingin varð umrødd bæði í fjølmiðlunum og á sosialu miðlunum. Bilførarin, sum koyrdi á gentuna á Hvítanesvegnum, hevur sjálvur meldað seg til løgregluna, sum kannar málið. Kommunurnar eiga SEV, tí hava tær ognarrættin, og skal landið yvirtaka ognirnar, má landið gjalda fyri tær, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri og formaður í Kommunufelagnum. Men eingin orsøk er hjá landinum at yvirtaka SEV, tí el veitingina røkja kommunurnar væl, sigur Heðin Mortensen. Í fylgiskjali til nýskrivaðu frágreiðingina um ognarskap og bygnaðin á el orkuøkinum í Føroyum stendur, at í ársroknskapinum 2010 var bókaða eginognin hjá SEV slakar 890 milliónir krónur. Fyrsta grindaskeiðið verður í Havn mánadagin, og komandi vikurnar verður skipað fyri skeiði kring landið. Á grindaskeiðinum fáa luttakararnir kunning og upplæring um grindareiðskap, drápsháttin, deyðseyðkenni og lóggávuna um hvalaveiðu. Skeiðið skal innihalda eina ástøðiliga frálæru á minst 2 tímar. Fólk fáa prógv, tá tey hava verið á skeiðnum. Meira fæst at vita á heimasíðuni hjá Fiskimálaráðnum Rognkelsini verða nýtt at týna laksalýs við, tí tað vísur seg, at rognkelsi eta laksalýs. Rognkelsi verða sett út saman við laksinum. Enn er lítil vitan um, hvussu rognkelsini fara at trívast og vaksa í alibúrunum. Í treytunum fyri at brúka rognkelsi er serligur dentur lagdur á, at feløgini skráseta tal og felli, og tryggja, at rognkelsini ikki sleppa. Harafturat er dentur lagdur á, at um nýggj vitan kemur fram um ávirkan av rognkelsum, kann Umhvørvisstovan seta herdar treytir ella nokta fyri, at rognkelsi verða sett út. Treyt er eisini sett um, at rognkelsini verða tikin aftur, tá laksurin verður tikin. Tí veitir Umhvørvisstovan fyribils bara tíðaravmarkaða umhvørvisgóðkenning í eitt framleiðsluumfar til at seta rognkelsi út í aliringarnar. Tórmóður Stórá er formaður í arbeiðsbólkinum, sum hevur handað Karsteni Hansen, landsstýrismanni í Heilsumálum, og Anniku Olsen, landstýriskvinnu almannamálum, eitt tilmæli til ein yvirskipaðan demenspolitikk. Ætlanin er nú at skipa eitt felag fyri juridiskt faðirleys í Grønlandi. Um vit skulu tryggja, at allir borgarar veðra vardir av mannarættindunum, so er tørvur at at stovna eitt alment viðurkent felag , sigur Tida Ravn við Knummar Hon er sjálv juridiskt faðirleys og talskvinna fyri juriskt faðirleys í Grønlandi. Grønlendsk børn, ið vórðu fødd uttanfyri hjúnarlag fyri 1963, høvdu ikki rætt at vita hvør pápi teirra var, og ikki fyrr enn í 1974 fingu børn í Norður og Eysturgrønlandi rætt at vita, hvør pápi teirra var, um tey vórðu fødd uttanfyri hjúnarlag. Fyrsta juni í fjør kom ein lóg í gildi, sum gevur juridiskt faðirleysum somu rættindi, sum øðrum børnum, ið eru fødd uttanfyri hjúnarlag. Haldis Joensen, forkvinna í Alzheimerfelagnum og limur í arbeiðsbólkinum, sigur, at ætlanin ikki er, at starvsfólkini á demensøkinum skulu fækka. Hinvegin skulu tey sjálvbodnu koma aftrat og menna tilboðini. Andstøðan sendi landsstýrismanninum bræv næstseinasta fríggjadag, har hon bað um at allir flokkar í felag samráðast um fiskivinnunýskipanina. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum hevur ikki svarað brævinum frá andstøðuni, men sigur í dag við útvarpið, at hann fer at bjóða andstøðuni á fund í vikuni, og at tað væntandi verður í seinni helvt av vikuni. Í brævinum, sum Sjálvstýrisflokkurin, Framsókn, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi sendi landsstýrismanninum, skrivaðu flokkarnir, at teir vildu hava, at samgongan er opin um ta semju, sum hon hevur gjørt, og at flokkarnir fáa alt neyðugt tilfar og greiningar. Men landsstýrismaðurin vil í dag ikki svara ítøkiliga um hann fer at leggja nakra semju fyri andstøðuna. Skotini vórðu loyst av eftir kjakfund á Krudttønden á Eysturbrúgv í Keypmannahavn, har svenski Muhammed teknarin, Lars Vilks, var millum luttakararnar. Sambært Palle Vedel, sum er tekniskur stjóri á Krudttønden, kom ein av gerningmonnunum á staðið og skjeyt frá hond. Hetta skrivar DR. Óli á Deild Olsen og familjan hoyrdu nakað, sum minti um skot uttanfyri. Tey roknaðu tó við, at talan mundi vera um fýrverk. Hetta er ógvuliga ófrættakent, og veruleikin blívur alt ov óhugnaligur. Góða úrslitið hjá Drátti kemur av miðvísum ungdómsarbeiði, og tað sást aftur, tá sekstan ára gamla Anna S. Hansen varð vald til dagsins leikara hjá Drátti. Bæði TB og Dráttur hava nógvar góðar ungdómsleikarar, og júst hesi bæði feløgini møtast eisini í finaluni hjá kvinnuunglingum í morgin. ÍF vann fyrsta settið, og teir vóru eisini odda við fimm stigum í øðrum setti, men tað eydnaðist SÍ at venda tí og vinna tað 26 24. Eftir dystin blivu bestu leikararnir heiðraðir. Boban Ilic varð valdur til besta leikara hjá ÍF, og John Olivar Edvardsson varð valdur til besta leikara hjá SÍ. Hendan sendingin er um harðskap í parløgum og kynsligan ágang. Vit eru til filmin 50 Shades of Gray og tosa um hvussu filmin. Vit tosa við Gvøðni Vest, sum er ein av stovnarunum av Kris, og Jónu Højgaard, sum varð útsett fyri kynsligan ágang sum barn. Eisini tosa vit við Hera Kragesten, sálarfrøðing, um harðskap og kynsligan ágang. At enda tosa vit Djóna Eidesgaard um Tú og eg ráðgevingina. Løgreglan í Keypmannahavn hevur skotið ein mann, sum hon heldur framdi atsóknina á Østerbro seinnapartin í gjár og í nátt skeyt ein vaktarmann í jødisku synagoguni í Keypmannahavn. Vit halda, tað er sami maður, ið stóð fyri báðum atsóknunum, segði Torben Mølgaard Jensen, leiðandi politiinspektørur á tíðindafundinum á politigarðinum í Keypmannahavn. Løgreglan fekk illgruna til mannin seinnapartin í gjár, og valdi tískil at halda eitt vakið eyga við manninum. Tá maðurin kom aftur í íbúðina í nátt, varð hann dripin eftir skotbardaga millum løgregluna og mannin. Ein hýruvognsførari og myndir, sum vakmyndatól tóku, vóru við til at fella mannin, sum drap tvey fólk á Østerbro og á jødisku synagoguni í Keypmannahavn seinnapartin í gjár og í nátt. Fyribils arbeiðir løgreglan við ástøðinum, at maðurin, ið varð dripin í nátt, var einsamallur um yvirgangsatsóknina í Krudttønden seinnapartin í gjár, tá ein maður varð dripin og trý løgreglufólk vórðu særd. Hóast løgreglan heldur, maðurin var einsamallur um yvirgangsálopið seinnapartin leygardagin, skal hvør steinur í málinum vendast. Arbeiðið at uppklára málið kann tískil verða drúgt. Danska tjóðin hevur verið gjøgnum nakrar tímar, vit ongantíð fara at gloyma, segði Helle Thorning Schmidt á tíðindafundi í morgun, áðrenn hon legði blómur við synagoguna . Vit fáa ikki vart okkum 100 prosent, um ein ørvitisknokkur vil lata sítt egna lív í eini yvirgangsatsókn, segði Helle Thorning Schmidt á tíðindafundinum í morgun. Fólk í Keypmannahavn fara at síggja ein øðrvísi danskan høvuðsstað við fleiri løgreglufólkum á gøtuni enn vanligt, segði løgmálaráðharrin, Mette Frederiksen, á tíðindafundinum. Síðan klokkan hálvgum fýra seinnapartin leygardagin hevur løgreglan í Keypmannahavn stjórnað einum av teimum størstu átøkunum hjá donsku løgregluni í nýggjari tíð. Vit hava fingið hjálp frá Ríkisløgregluni, trygdarløgregluni PET og frá teimum ymisku politiøkjunum kring landið, segði Torben Mølgaard Jensen. Uppgávan hjá donsku løgregluni verður nú eisini at virka fyri, at fólk í Danmark, og serliga Keypmannahavn, aftur kunnu kenna seg trygg, varð upplýst á tíðindafundinum. Skottilburðirnir í Keypmannahavn í gjár og nátt hava vakt ans um allan heim, og donsku myndugleikarnir hava fingið nógvar samkensluheilsanir. Eisini Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, hevur sent stjórnini samkensluheilsan. Hann sigur, atsóknin er álop á tali og skrivifrælsið og tey grundleggjandi virði, okkara samfelag byggir á. Helle Thorning Schmidt, forsætisráðharri, segði fyrr í morgun, talan var um blóðug yvirgangsálop, sum eingin fór at sleppa væl frá. Tað hava verið óvanliga nógv full fólk úti í nátt, og tað er helst tí at tað er føsta, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn, Kristina Christiansen, við Kringvarpið. Løgreglan hevði úr at gera í nátt, og mátti hjálpa óvanliga nógvum fólkum, ið høvdu tikið ov nógv til sín, til hús ella á føtur aftur, verður upplýst á politistøðini í Havn. Í Havn varð ein bilur stolin seinnapartin í gjár, leygardagin. Tveir menn vórðu tiknir, tá bilurin varð funnin aftur seinni í gjár í Eysturoynni. Í Klaksvík fekk løgreglan fráboðan um at 12 15 mans vóru um at fara til hendurs. Menninir vórðu tosaðir til rættis, og meira varð ikki gjørt við málið. Løgreglan fekk eisini fráboðan um, at ein maður var stungin á einum skeinkistaði. Nú skal kannast, um hald er í málinum, ella um maðurin sjálvur er dottin. Tey óvanliga nógvu fullu fólkini í nátt vóru um alt landið, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn úr Norðoyggjum til Suðuroyar. Kringvarpið var á gøtunum í Keypmannahavn í nátt, tá miðbýurin var avbyrgdur og hvørki fólk ella ferðsla fekk ferðast, tí løgreglan leitaði eftir gerningsmanninum eftir tveir skottilburðir í gjár. Tann fyrri skottilburðurin var á Østerbro stutt fyri klokkan fýra seinnapartin í gjár, meðan tann seinni var stutt eftir klokkan eitt í nátt, at næsti skottilburðurin var. Tveir sivilir menn lótu lív og fimm løgreglufólk vórðu særd, áðrenn løgreglan stutt fyri klokkan fimm í morgun skeyt og drap mannin, sum tey rokna við hevur framt álopini í Keypmannahavn í gjár og í nátt. Føroya rættur fer nú at viðgera sakarmálið, sum Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur reist móti Dia Midjord, kringvarpsstjóra, Liljuni Weihe, leiðara á Aktuelt deildini í Kringvarpinum, Jan Lamhauge, tíðindamanni í Kringvarpinum, og Sveini Tróndarsyni, blaðstjóra á Dimmalætting, í tollmálinum. Sveinur Tróndarson var redaksjónsleiðari á Portalinum, tá skrivað varð um tollmálið. Tey eru øll ákærd fyri ærumeiðing eftir grein 267 í revsilógini í sambandi við sjónvarpssendingar og innsløg í Degi og Viku í sjónvarpinum og greinar á Portalinum um tollmálið. Christian Andreasen, advokatur, er sakførari hjá Jørgeni Niclasen. Hann krevur eisini, at tey saksøktu verða dømd at rinda saksøkjaranum 50.000 krónur at kunngera dómin, umframt sakarmálskostnaðin. Brandur Ellingsgaard, advokatur, er sakførari hjá kringvarpsfólkunum, og Bjørn á Heygum er sakførari hjá Sveini Tróndarsyni. Teir krevja báðir frídøming. Fyrsti rættarfundurin verður í morgin, og tríggir dagar eru settir av til viðgerðina. Løgmansskrivstovan í samstarvi við Vinnuhúsið er farin at eftirmeta Hoyvíkssáttmálan. Rógvi Olavson er settur at skriva frágreiðing um, hvussu sáttmálin hevur roynst, síðani skrivað varð undir hann fyri 10 árum síðani. Umleið 25 fyritøkur í Føroyum hava handilssamband við Ísland. Umframt at kanna, hvønn leiklut Hoyvíkssáttmálin hevur havt seinastu 10 árini, skal Rógvi Olavson gera eina hondbók til útflutningsvinnuna. Maðurin, ið myrdi tvey fólk og særdi fimm onnur í Keypmannahavn í gjár og nátt, var á listanum hjá donsku løgregluni yvir fólk, ið kundu hugsast at fremja yvirgang í Danmark. Hóast maðurin longu stóð á listanum hjá løgregluni, eydnaðist tað manninum at fremja yvirgang leygardagin, tá hann myrdi tvey fólk og særdi fimm onnur. Danska løgreglan hevur ikki neyðugu arbeiðsorkuna at hava eftirlit við øllum illgrunasomum fólkum allan sólarringin tí kundi maðurin fremja yvirgang í Keypmannahavn í gjár. Tað sigur Hans Jørgen Bonnichsen, fyrrverandi operativur stjóri í donsku trygdarløgregluni, PET. Hann starvaðist starvaðist hjá donsku løgregluni samfull í 41 ár. Árligi Aðalfundurin hjá Fótbóltssambandi Føroya var í gjár og bert eitt uppskot frá feløgunum var innkomið. Talan var um uppskotið hjá FC suðuroy um at økja Effo deildina við tveimum liðum. FC Suðuroy legði dent á, at ein kapping við 12 liðum har man spælir 22 landskappingardystir í staðin fyri 27, fer at vera betur fyri føroyskan fótbólt. Men eftir at formaðurin í Fc suðuroy, Julius Vest Joensen, hevði lagt nakrar grundgevingar afturat uppskotinum, tók FSF forsetin, Christian Andreasen, orðið. Hann segði at avgerðin liggur hjá feløgunum, men vildi mæla til at eingin avgerð varð tikin í málinum á sjálvum aðalfundinum. Hann ynskti at kanningin, sum FSF hevur sett í gongd varð gjørd liðug áðrenn, soleiðis at feløgini høvdu eina betri kunning áðrenn uppskotið skuldi fellast ella viðtakast. Orðið var síðani frítt hjá feløgunum at taka, men bert ein formaður var vísur í hvat hann helt um uppskotið. Formaðurin í HB, Finnbogi Arge, helt at hetta var eitt lorta uppskot, og at kappingin í ár hevur eydanst sera væl, tí man frammanundan einum dysti millum eitt topp og eitt botnlið ikki kundi spáa ein vinnara. Tí metti hann, at man ikki skal fara at broyta nakað, ið riggar so mikið væl. Men hann legði afturat, at hann møguliga hevði havt eina aðra hugsan um hetta, tá tað ikki gekk so væl hjá HB, sum tað ger í dag. Forsetin, Christian Andreasen bað um ein fimm minuttir steðg, og tók síðani orðið aftur, har hann ásannaði at uppskotið, sum TB legði fram í november 2013, sum er líkt tí hjá FC suðuroy, kundi havt tikið styttri tíð enn tað hevur. Eftir at FSF forsetin mælti FC suðuroy til at taka uppskotið aftur, eftirlíkaði Julius Vest Joensen, formaður í FC suðuroy viðmælinum, men við tí trygd, at málið verður liðugt viðgjørt av FSF áðrenn summarferiuna. Hetta vil siga at talið á liðum í bestu mansdeildini framvegis er 10 lið. Meira verður at frætta um hetta tá effo deildin fer í summarsteðg. Haraftrat er støðið hægri enn nakrantíð, og væntar Erik Engelbrecht Thomsen, formaður í BSF, at fleiri heiðursmerki verða latin føroysku badmintonspælararunum á oyggjaleikunum í summar. Jan Overgaard, sum býr á Østerbro í Keypmannahavn, harmast um, at danir við skottilburðunum í gjár og í nátt, nú hava fingið yvirgang heilt inn at gerandisdegnum. Hetta hevur verið ein undarlig uppliving, tí hóast eg búgvi mitt í øllum rokanum, so visti eg av ongum fyrr enn í dag. Eg havi gingið framvið bæði Krudttønden og súkklað framvið Krystalgade beint áðrenn báðar hendingarnar, sigur hann. Tíverri mugu vit helst venja okkum við, at hetta kann henda, nær sum helst og hvar sum helst, sigur Jan Overgaard. Karsten Hansen, landsstýrismaður, hevur skotið upp, at borgarar skulu fáa ókeypis endurvenjingina eisini eftir, at viðgerðin á sjúkrahúsi er liðug. Rætturin til endurvenjing verður tann sami, sum rætturin til viðgerðir sambært lógini um sjúkrahúsverk, men sjúkrahúsverkið raðfestir, hvørji endurvenjingartilboð sjúklingurin kann verða ávístur til. Tilboðið, sum veitt verður, skal vera eins fyri allar føroyingar, sama hvar teir búgva í landinum, stendur í lógaruppskotinum, sum kemur til 1. viðgerð í morgin. Á fíggjarlógini í ár eru tvær milliónir krónur settar av til endurvenjing í sjúkrahúsverkinum, men umframt hesa upphædd eru útreiðslurnar til fysio og ergoterapi í heilsuverkinum í løtuni umleið 11 milliónir krónur Karsten Hansen sigur, at verður tilboðið víðkað, uttan at tað skal ávirka virksemið í sjúkrahúsverkinum, verður neyðugt at uppraðfesta økið við hægri játtan. Brunaeftirlitið hevur gjørt enn eina roynd at fáa Sørvágs kommunu at taka aftur loyvið, sum Vága Floghavn fekk frá kommununi fyrst í juli í fjør at brúka nýggju farstøðina á flogvøllinum. Sambært Brunaeftirlitinum eru so stór ivamál og stórir feilir í brunatekniska skjalatilfarinum, sum Brunaeftirlitið fekk frá Vága Floghavn í oktober í fjør, at bygningurin kann ikki góðkennast út frá verandi skjalatilfari. Niðurstøðan hjá Brunaeftirlitinum er, at trygd kann ikki veitast fyri fólkatrygdini í farstøðini, um eldur kemur í. Brunaeftirlitið sigur, at tað fekk ikki tilfarið frá Vága Floghavn, fyrr enn tað hevði hótt við seta forboð fyri at brúka farstøðina. Brunaeftirlitið royndi í fjør at fáa myndugleikarnar at taka aftur nýtsluloyvið, sum sambært Brunaeftirlitinum er ólógligt. Men Kommunala eftirlitið sendi málið til Kærunevndina í lendismálum. Nevndin vísti tó kæruni frá sær, tí Brunaeftirlitið kann ikki kæra, tað er ikki partur í byggimálinum, sigur nevndin. Farstøðin á flogvøllinum hevur framvegis onga brunagóðkenning frá Brunaeftirlitinum, sum sambært Brunaeftirlitinum er góðkennandi myndugleikin. Kortini fekk P f Vága Floghavn loyvi at brúka farstøðina tann 3. juli í fjør. Farstøðin var tikin í brúk 17.juni. Eitt ráðgevandi felag, Notir, gav loyvið vegna Sørvágs kommunu. Brunaeftirlitið og Sørvágs kommuna eru ikki samd um, hvør hevur myndugleikan at góðkenna brunatrygdina í farstøðina á flogvøllinum. Sambært lóggávuni, sum var galdandi, tá farið varð undir byggingina, skal Brunaeftirlitið góðkenna. Men 1. apríl í 2013 kom nýggja byggilógin, og tá fingu kommunurnar hendan myndugleikan. Innlendismálaráðið segði tó í rundskrivi 27. mai í 2013, at Brunaumsjón landsins, sum stovnurin tá kallaðist, átti ítøkiligu brunamálsviðgerðina, tá talan var um ikki vanliga bygging, sum fekk byggiloyvi fyri 1. apríl 2013, tá nýggja lógin kom. Sørvágs kommuna gav byggiloyvið tann 27. september í 2012. Brunaeftirlitið hevur nú boðað Sørvágs kommunu frá, at farstøðin kann møguliga vera opin undir herdum eftirliti, meðan málið verður endaliga viðgjørt, og farstøðin kann verða góðkend. Grindahvalur hevur verið veiddur í Føroyum í meira enn 1100 ár. Veiðihátturin rakstur og avlíving hevur sum meginregla verið útintur á sama hátt í øldir. Tey seinastu 30 árini er eitt miðvíst arbeiði farið fram fyri at gera ábøtur á tøkniliga partin eins og á skipanina við rakstri og hvalvágum. Føroyar eru skipaðar í 6 grindaumdømi við 23 góðkendum hvalvágum. Tað týdningarmesta kravið fyri eina hvalvág er, at botnurin inn til hvalvágna grynnist líðandi inn at sjóvarmálanum, og at vágin er nóg rúmlig til, at drápið kann útinnast. Hvalvágir, sum ikki lúka hesi krøv, eru annaðhvørt strikaðar ella eru ábøtur gjørdar. Justinus Olsen, djóralækni er í útvarpsstovuni. Hann greiðir frá um mønustingaran. Sum er hava tannrøktarar í Føroyum ikki heimild at útskriva reseptheilivág, men noyðast at biðja ein tannlækna at útskriva heilivágin fyri seg. Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur biðið løgtingið um heimild til í kunngerð at loyva tannrøktarum at útskriva reseptheilivág. Tannrøktarar hava útbúgving og góðkenning at kanna tenninar á fólki og at gera smærri viðgerðir. Tannrøktarar kunnu starvast á tannlæknastovu, men vanligt er eisini, at teir arbeiða sjálvstøðugt. Tað hevur leingi verið eitt ynski hjá tannrøktarum í Føroyum at fáa sama rætt at útflýggja reseptheilivág sum starvsfelagarnir í Danmark, og tá Heilsuskipanin var til hoyringar gav landsstýrismaðurin lyfti um, at hann fór at arbeiða fyri at broyta lógina. Løgreglan heldur, at teir báðir menninir útvegaðu vápnini, sum vórðu nýtt í atsóknunum. Báðir menninir eru í løtuni til grundlógaravhoyring í rættinum, sum er fyri afturlatnum hurðum. Menninir vórðu tiknir í gjár, og báðir nokta seg sekar í skuldsetingunum. Løgreglan hevur higartil sagt, at 22 ára gamli Omar Abdel Hamid El Hussein var einsamallur um atsóknirnar í Keypmannahavn um vikuskiftið, sum kravdu tvey mannalív. Løgreglan skeyt gerningsmannin nærindis jarnbreytarstøðini á Norðurbrúgv gjárnáttina, tá hann eftir øllum at døma var á veg til hús. Maðurin, sum drap tvey fólk í Keypmannahavn seinnapartin leygardagin og tíðliga sunnunáttina, var 22 ára gamal, og hann var føddur í Danmark, upplýsir løgreglan í Keypmannahavn. Hann verður eisini settur í samband við brotsmannalið í danska høvuðsstaðnum. 22 ára gamli maðurin, sum løgreglan er sannførd um framdi atsóknirnar, varð latin leysur úr fongsli fyri umleið 14 døgum síðani, eftir at hava sitið ein dóm fyri grovan harðskap. Løgreglan hevur funnið klæðir og eitt sjálvvirkandi vápn, sum maðurin nýtti, tá hann skeyt inn í mentanarhúsið Krudttønden á Østerbro leygardagin. Dagførd 14 16 Teir báðir menninir, ið vórðu tiknir, eru fongslaðir í 10 dagar eftir grundlógaravhoyringina í morgun, skrivar heimasíðan hjá DR . Nú fer at bera til at taka studentsútbúgving á enskum í Føroyum. Næsta skúlaár fer Handilsskúlin á Kambsdali at stovna ein flokk á Búskaparbreytini, har meginparturin av undirvísingini verður á enskum. Nýggi flokkurin verður róptur International Business Studies, IBS. At undirvísingin verður á enskum, merkir ikki, at móðurmálið ikki sleppur upp í part, tí næmingarnir fara framvegis at hava føroyskt á tímatalvuni. Næmingarnir verða býttir í tríggjar bólkar føroyingar, sum vilja hava eina øðrvísi avbjóðing, útlendingar, sum ikki hava kunnleika til føroyskt og danskt, og føroyingar, sum hava enskt sum heimamál. Handilsskúlin á Kambsdali sigur, at Føroyar eru vorðin virkin partur av altjóðagerðini, ungir føroyingar gerast alsamt stinnari í enskum, og alt fleiri fara út um norðurlond at nema sær víðari útbúgving. Tøl frá Manntali vísa, at í 2011 búðu meiri enn 1600 fólk í Føroyum, sum eru fødd uttan fyri kongaríkið. Fleiri av hesum nýføroyingum koma til landið við tannáringabørnum sínum, sum ikki hava kunnleika til danskt mál, men hinvegin eru stinn í enskum. At veita hesum eina miðnámsútbúgving ger trivnaðin betri hjá tilfluttum familjum og er ein íløga í føroyska vitanarsamfelagið sigur Handilsskúlin á Kambsdali. 22 ára gamli Sigmund Zachariassen lesandi á timburdeildini á Tekniska Skúla, og so er hann tónleikari við eini ørvísi tilgongd til tónleikin enn tey flestu. Umframt at Niels Uni sigur sína hugsan um útgávuna, verða seks sangir á fløguni spældir í sendingini, so lurtarin eisini kann gera sína egnu meting um útgávuna. Hóast vápnahvíld kom í gildi á midnátt, hava russiskt sinnaðir uppreistrarmenn har eysturi í Ukraina skotið í minsta lagi 10 ferðir eftir málum hjá stjórnarherinum, upplýsir ein ukrainskur hernaðartalsmaður. Uppreistrarmenninir hava serliga skotið eftir málum nærindis Debaltseve. Stjórnin í Kijev hevur ikki gjørt viðmerkingar, um vápnahvíldin verður hildin. Vápnahvíldin kom í lag eftir samráðingar í hvítarussiska høvuðsstaðnum Minsk millum ukrainska forsetan, Petro Porosjenko, russiska forsetan, Vladimir Putin, franska forsetan, Francois Hollande, og týska samveldiskanslaran, Angelu Merkel. Umframt vápnahvíldina skal skipast eitt uttanveltað øki, har eingi vápn eru. Ein talsmaður fyri uppreistrarmenninar sigur, at stjórnarherurin skeyt inn í Debaltseve beint uppundir, at vápnahvíldin skuldi koma í gildi á midnátt leygarkvøldið. Ein ukrainskur guvernørur sigur, at tvey fólk doyðu av rakettum, sum uppreistrarmenninir skutu í Lugansk, 20 minuttir eftir at vápnahvíldin kom í gildi. Borgarakríggið í Ukraina, sum hevur vart í 10 mánaðir, hevur kravt meiri enn 5.000 mannalív. Sørvágs kommuna tekur ikki nýtsluloyvið til farstøðina aftur, sigur borgarstjórin, Sune Jacobsen. Hann sigur, at hann í morgun fekk at vita frá Vága floghavn, at brunaeftirlitið á flogvøllinum er hert. Nýtsluloyvið varð latið, tí ráðgevin hjá kommununi, Petur Lava Olsen, segði, at tað var í lagi. Og so leingi annað ikki er prógvað, verður nýtsluloyvið ikki tikið aftur, sigur Sune Jacobsen. Stjórin í P f Vága floghavn, Jákup Sverri Kass, sigur, at hann kemur við einari viðmerking seinni. Tey eru ikki liðug at viðgera málið enn, sigur hann. Eginognin í felagnum er negativ við 110 milliónum krónum, og skuldin hálva milliard. Felagið livir av náði frá hollendsku íleggjarunum, sum á hvørjum ári játta at halda lív í felagnum, eitt ár aftrat. Grein 7 í lógini um vinnuligan fiskiskap ásetir, at útlendingar í mesta lagi kunnu eiga ein triðing av teimum feløgum, sum fáa atgongd til føroyska fiska tilfeingið. Sambært lógini um vinnuligan fiskiskap skulu í minsta lagi tveir triðingar av partabrøvunum og avgerðarrættinum vera á føroyskum hondum. Felagið hevur negativa eginogn. Lánveitarin hevur tó játtað at at tryggja felagnum neyðuga fígging til at halda fram við sínum virksemi, í minsta lagi eitt ár afturat. Setningurin er tikin úr nýggjasta roknskapinum hjá P F Næraberg, sum er fyri 2013. Og tað er ikki hissini tøl, talan er um. Í 2009 var eginpeningurin í P F Næraberg minus 104 milliónir. Hesi gott fýra árini, frá Næraberg kom inn í flotan í 2009 til árslok 2013 hevur skipið fiskað fyri 513 milliónir krónur. Taka vit árið í fjør við, so nærkast avreiðingarvirðið hjá Nærabergi 600 milliónir. Eginpeningurin er, sambært nýggjasta roknskapinum fyri 2013, minus 110 milliónir. Eisini skuldin leypur í eyguni. Fram til 2009 vóru tað feløg hjá norska ríkmanninum Kjeld Inge Røkke, ið stóðu aftanfyri Næraberg. Men í 2009 keypti hollendska fyritøkan Parlevliet en van der Plas Næraberg Holding A S frá Røkke og harvið fór Næraberg frá at vera ein norsk til at vera ein hollendsk verkætlan, rikin saman við føroyska reiðaranum Hanusi Hansen. Sambært roknskapinum fyri 2008 var skuldin í P F Næraberg tá útvið 400 milliónir krónur, sum felagið í høvuðsheitum skyldaði øðrum feløgunum hjá Kjeld Inge Røkke. Í roknskapinum árið eftir í 2009, tá hollendingar hava tikið yvir eftir Røkke er skuldin í Næraberg umleið 350 milliónir. Men síðani veksur skuldin á hvørjum ári upp til 506 milliónir krónur sambært 2013 roknskapinum. 80 av skuldini 400 milliónir er stuttfreistað skuld. Tað er annars ikki tí at skipini hjá Næraberg hava verið dýr at keypa. Tá Næraberg varð keytur til Føroya á heysti í 2009, var prísurin tvær milliónir evrur umleið 15 milliónir krónur. Skipið varð herfyri selt til eitt felag í Tasmania fyri 23 milliónir krónur. Í hansara stað kom ein nýggjari og størri Næraberg keyptur frá hollendsku samstarvsfeløgunum hjá Hanusi Hansen fyri 53 milliónir krónur. Felagið Næraberg, sum nú eigur størsta fiskiskip í føroyska flotanum, hevur eitt uppspart hall á 133 milliónir krónur. Felagið hevur síðstu mongu árini ikki goldið skatt og tað fara helst at ganga nógv ár afturat, áðrenn felagið fer at rinda fyrstu krónuna í skatti. Føroyska felagið er eitt sera veikt felag tað livir av náði frá íleggjarunum, eitt ár í senn men aftanfyri stendur hollendska P og P Group, sum telist millum størstu reiðarí samtøk í heiminum. Í kvøld kemur triðja sendingin í røðini um fiskivinnuna. Sendingin hesaferð snýr seg um duldu sølurnar av fólksins ogn og útlendska leiklutin í føroysku fiskivinnuni. Sendingin er á skránni beint eftir Dag og Viku. Tað sigur Johan Dahl, landsstýrismaður, í svari til Páll á Reynatúgvu, løgtingsmann. Tá Páll á Reynatúgvu spurdi í november í fjør, fekk hann at vita, at Sildberin hevði fyribils góðkenning sum ferðafólkaskip. Í svarinum hjá landsstýrismanninum verður upplýst, at neyðugt var at gera ymist við skrokkin á Sildberanum. Útrokningar, sum vórðu gjørdar, áðrenn Sildberin varð keyptur, vístu, at stýrimaskinrúmið var ov stórt til at lúka stabilitets krøvini. Saman við klassanum og Sjóvinnustýrinum varð avgjørt at byggja tangar, ella tómrúm, inn í afturskipið fyri at lúka krøvini um stabilitet. Hetta varð gjørt fyri at tryggja, at Sildberin framvegis flýtur, um hol kemur á skipið. Meðan Sildberin hevði fyribils góðkenning, bað Strandferðslan felagið NauCon rokna út styrkina hjá skrokkinum av nýggjum. Hetta arbeiðið var liðugt síðst í desember í fjør. Gerandisdagurin heldur fram her í Keypmannahavn, sigur Sára Jógvansdóttir, sum ikki ætlar sær til minningarhaldið í kvøld. Hon heldur mann kann vísa samkenslu uttan at møta upp til minningarhaldið, og heldur ikki at tað er neyðugt at seta seg í óneyðugan vanda. Marita Á Rógvi heldur hinvegin at einki er at ótta, og fer til minningarløtuna klokkan20 í kvøld. Tær eru samdar um at hóast trygga Danmark, sum skuldi vera heimsins besta land, ikki er eins trygt longur. Tó so skal man ikki ganga runt við einum ótta, tí danska løgreglan ger eitt sera gott arbeiði. Sára Jógvansdóttir eigur og rekur føroyska portalin í Danmark og Marita á R gvi lesur til journalist. Hoyr samrøðuna við tær omanfyri Tað er beinleiðis í stríð við almennan setanarpolitikk, tá Gjaldsstovan bjóðar eitt verkætlanarstarv út á Keypsportalinum, heldur Búskapar og løgfrøðingafelag Føroya. Felagið hevur biðið lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum um eina meting, hvørt lýsingin er í samsvari við almenna setanarpolitikkin. Sverri Justinussen greiðir frá ymiskum viðurskiftunum í beimbygdini. Um bygdina sjálva, søguna hjá alifelagnum Bakkfrost, um skiparaskúlan hjá Djurholm og um Glyvra Bio, sum nú er burtur. Martin Magnussen hevur røktað í meira enn 40 ár, og hann er upptikin av støðuni hjá seyðinum, nú stórkavi hevur verið í vetur. Og konan Nora heldur, at tað er ófatiligt, sum viðurskiftini á Glyvrum eru nógv broytt í sínari tíð. Bakkafrost hevur verið ein sonn sólskinssøga. Í dag hevur felagið ikki minni enn 1100 fólk í arbeiði. Regin Jacobsen, stjóri, greiðir frá fyritøkuni, sum byrjaði á Glyvrum í 1968 og hevur høvuðssæti her. Hjúnini Karin og Eliesar Kastalag keða seg so avgjørt ikki, hóast bæði hava nátt pensjónsaldur. Eliesar dreygar í kjallaranum, og Karin fyrireikar seg til, at Forni á Glyvrum skal taka ímóti nógvum útlendingum í sambandi við sólarmyrkingina. Yan Jingrui er úr Kina, og hon trívist væl í Føroyum. Hon og maðurin Aage Arnoldson, sum er uppvaksin á Glyvrum, hava keypt eini eldri hús á Glyvrum. Fýra ára gamli sonurin Ási tosar føroyskt við pápan og kinesiskt við mammuna. Tórshavnar kommuna hevur fult álit á núverandi dagstovnaleiðslum, men broytingar eru neyðugar, so økið verður uppaftur betri skipað. Maud Wang Hansen, forkvinna í Pedgaogfelagnum, er kortini samd. Hon undrast og heldur, at kommunan vanvirðir dagstovnaleiðslurnar. Nú kommunarnar hava havt eldraøkið og heimarøktina í hálvan annan mánað, er sáttmálin millum landið og kommunurnar um fíggingina ikki undirskrivaður, segði Kristina Háfoss. Kristina Háfoss spurdi, hvat er eftir at semjast um, og um sáttmálin millum landið og kommunurnar verður broyttur, áðrenn hann verður undirskrivaður. Eingin sáttmáli skal gerast, sigur landsstýrismaðurin. Millum annað er Jóannes Eidesgaard, sum var landsstýrismaður í fíggjarmálum frá 2008 til 2011, biðin um at svara spurningum frá nevndini. Tað sigur Niels Erik Nymark Jensen, chefpolitiinspektørur. Tilbúgvingini í Føroyum fylgir donsku tilbúgvingini, og tí hevur hon verið herd seinastu tíðina. Sigrið Sivertsen hevði fyrstu venjingina við morgunkórinum í gjárskvøldið. Fólk vórðu fyrst biðin um at ganga runt og heilsa uppá hvønn annan, og síðani skuldu sangararnir læra sangteknikk. Sigrið Sivertsen er nøgd um fyrstu venjingina og gleðir seg longu til næstu venjing. Hon leggur tó afturat, at tað er ein avbjóðing at venja 90 fólk, men ein stuttlig avbjóðing. Brunatrygdin á farstøðini í Vága floghavn er í lagi, og tað hava vit skjalprógv fyri, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri á flogvøllinum, í tíðindaskrivi , ið varð sent út seinnapartin mánadagin. Orsøkin, til at farstøðin ikki er brunagóðkend, er, at Vága floghavn tykist vera endað í eini umsitingarligari fløkju hjá Brunaeftirlitinum, ið hevur sátt iva um brunatrygdina í nýggju farstøðini, sigur Jákup Sverri Kass. Sørvágs kommuna, ið er myndugleiki á økinum, hevur givið Vága floghavn loyvi at nýta bygningin farstøðina,sambært góðkenningum frá egnum ráðgeva og óheftum ráðgevum, sigur stjórin á flogvøllinum. Ákæran er ærumeiðing, Kringvarpið og Sveinur Tróndarson sita á ákærubeinkinum og landsstýrismaðurin við fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, hevur stevnt. Útlendingar eru í dag innan allar skipabólkar í føroysku fiskivinnuni. Felags fyri fleiri av feløgunum við útlendskum áhugamálum er, at tey rinda ikki skatt. Seks verkætlanir hava fingið pengar frá Fiskimálaráðnum av játtanini til fiskivinnuroyndir í 2015. Harafturat hava fimm verkætlanir, sum longu er byrjaðar, fingið fleiri pengar. Játtaðar eru knappliga tríggjar milliónir krónur. Søkt varð um 4,8 milliónir krónur Játtanin til fiskivinnuroyndir er nógv minkað seinastu árini. Hon var dupult so stór fyri fýra árum síðani. Hugurin at søkja um stuðul er eisini minkaður. Í ár komu níggju umsóknir, tær vóru 17 í fjør, 27 í 2013 og 32 í 2012. Endamálið við fiskivinnuroyndum er at menna føroyska fiskivinnu við praktiskum, vinnuligum og vísindaligum royndum og kanningum. Árini 2013 2015 eru trý øki raðfest, tey eru royndarveiða og virðisøking og burðardyggur fiskiskapur. Triðja raðfestingin er búskaparlig og samfelagslig menning av fiskivinnuni. Hon kann vera fyrisitingarligar, fíggjarligar, hagfrøðiligar, samfelagsligar ella búskaparligar kanningar ella greiningar, sum leggja aftur at vitanini um fiskivinnuna, og soleiðis menna grundarlagið undir vinnuligum og politiskum avgerðum. Sambært Fiskivinnugransking í Fiskimálaráðnum er stuðulin, sum søkt verður um, bara lítil partur av tí, sum verkætlanirnar kosta, knappliga 20 prosent. Seinastu árini hevur dentur verið lagdur á at fáa vinnufyritøkur at vera við. Í ár fingu vinnufyritøkur 58 prosent av stuðlinum, sum varð játtaður. Havstovan fekk 28 prosent og onnur, so sum Heilsufrøðilga starvsstovan og Fróðskaparsetrið, fingu 14 prosent. Feløgini í Samtaki ávara ímóti at útveita almennar uppgávur. Heldur eiga lands og kommununalir myndugleikar at taka royndirnar uttanlands at útveita uppgávur í álvara, og ikki gera somu mistøk, sum grannlondini hava gjørt. Í londunum uttan um okkara er prógvað, at heimahjálp, vasking og ansing verða bíligari og betri á almennum hondum, enn tær eru, tá tær verða bodnar út. Tað er ikki til stuttleika, at privat bjóða seg fram at gera almennar vælferðartænastur tað er fyri at forvinna pening. Júst hetta ger, at tænastan, sum er boðin út, verður annaðhvørt dýrari, ella at starvsfólk koma undir trýst at arbeiða fyri minni løn, enn sáttmálin ásetir, siga feløgini í Samtaki. Teir 19 búskapar og fíggjarmálaráðharrarnir í evrulondunum høvdu fund í Brússel í gjár, men einki spurdist burturúr. Men grikski fíggjarmálaráðharrin segði eftir fundin, at hann væntar, at ein semja fæst um 48 tímar. Grikkaland krevur, at ein stórur partur av skuldini verður strikaður. Formaðurin fyri evrulondini, niðurlendski fíggjarmálaráðharrin, Jeroen Dijsselbloem, gjørdi greitt, at nú er tolið um at vera uppi. Spyr.fo er ein nýggjur og øðrvísi háttur at gera spurnarkanningar millum føroyingar, samstundis sum stuðul verður latin Krabbameinsfelagnum til bardagan móti prostata og bróstkrabba. Nógvastaðni í Danmark savnaðust fólk í gjár, til tess at vísa felagsskap, samanhald og kærleika í kjalarvørrinum á yvirgangsatsóknunum í Keypmannahavn um vikuskiftið. Á Gunnar Nu Hansens plads , fáar metrar frá Krudttønden, har fyrsta yvirgangsatsóknin var leygardagin, vóru umleið 30.000 fólk savnað mánakvøldið, skriva danskir fjølmiðlar. Forsætisráðharrin og aðrir politikarar hildu røður, tónleikur varð framførdur og formaðurin í Politiforbundet helt eisini røðu, fyri at minnast tey deyðu, og teir fimm løgreglumenninar, ið vórðu særdir. Tórshavnar kommuna steðgar fyribils tilgongdini at gera bygnaðarbroytingar á dagstovnaøkinum. Tað hendir í kjalarvørrinum á atfinningunum, nú kommunan ætlar at umskipa dagstovnaøkið. Tað er umráðandi, at allir partar kenna seg at verða hoyrdar og virdar, áðrenn broytingar verða gjørdar, sigur forkvinnan í mentamálanevndini, Helena Dam á Neystabø. Tað verða tískil ongar bygnaðarbroytingar framdar á dagstovnaøkinum í Tórshavnar kommunu fyrr enn allir avvarandi partar eru hoyrdir. Tórshavnar kommuna bakkar nú fyri trýstinum frá Føroya Pedagogfelag og leiðarararáðnum í Pedagogfelagnum. Kommunan hevur avlýst kunningarfundirnar, sum hesa vikuna skuldu vera fyri starvsfólkum í dagrøktini. Tað hendir, eftir at leiðararáðið í Pedagogfelagnum í brævi, sum er sent øllum býráðslimum í Havn, staðiliga heitir á býráðið um at umhugsa avgerðina hjá kommununi. Tað er sera átaluvert, at fyrisitingarlógin ikki verður hildin, tá ið so grundleggjandi broytingar av starvsfólkaviðurskiftum verða gjørdar. Røtt mannagongd eigur at vera, at starvsfólk fáa sakligar grundgevingar og hoyringar ella ætlanarskriv, soleiðis at starvsfólk og fakfelag fáa høvi at blíva hoyrd og koma við viðmerkingum. Leiðararnir standa sera óskiljandi um hesa avgerð hjá kommununi og ivast í, um umsitingin og politikararnir skilja, hvørjar avleiðingar hetta kann fáa fyri alt dagstovnaøkið og í síðsta enda børnini. Býráðið tekur áheitinina til eftirtektar. Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentamálanevndini, vísir tó aftur, at býráðspolitikarar hava fingið kaldar føtur. Men hon váttar, at tilgongdin fyribils er steðgað og nú skal endurskoðast. Tað er umráðandi at allir partar kenna seg hoyrdar og virdar. Tí fara vit nú undir eina nýggja tilgongd, har vit taka allar avvarandi partar við upp á ráð og hoyra øll sjónarmið, sigur Helena Dam á Neystabø í dag. Tað var tann 26. januar, at Tórshavnar Kommuna kunnaði Pedagogfelagið og dagstovnaleiðararnar um ætlaðu bygnaðarbroytingarnar. Pedagogfelagið og leiðararráðið hava funnist hvassliga at kommununi, tí partarnir vóru ikki hoyrdir, áðrenn kommunan boðaði frá sínum ætlanum. Tað er ikki greitt, nær kunnandi fundirnir, sum í hesi vikuni skuldu vera fyri starvsfólkunum í dagrøktini, so vera. Pedagogfelagið og leiðararráðið hava enn einki frætt frá kommununi um nýggjar fundir. Fiskimálaráðið, sum umsitur brunatrygd, heldur tað sama sum Vørn og Brunaeftirlitið. Spurningurin, um landsstýrismaðurin skal skera ígjøgnum, er ikki viðgjørdur í aðalráðnum. Brunaeftirlitið skal viðgera brunatrygdina í farstøðini á flogvøllinum, eisini eftir 1. apríl í 2013, tá byggilógin kom í gildi. Tað var niðurstøðan á fundi í hølunum hjá Vørn tann 11. juni í 2013. Á fundinum vóru Elmar Højgaard, stjóri í Vørn, Búgvi Heðinson Johannesen, byggifrøðingur á Tilbúgvingarstovninum og Rúna F. Guttesen, løgfrøðingur í Fiskimálaráðnum. Sambært innanhýsis uppriti hjá Vørn, sum Útvarpið hevur fingið innlit í, var spurningurin, sum fundurin viðgjørdi, um Vørn, Brunaeftirlitið er stovnur undir Vørn, framvegis skuldi viðgera brunatrygdarligu viðurskiftini í komu og farstøðini hjá P f Vága floghavn. Niðurstøðan á fundinum var, at tað skuldi Brunaeftirlitið gera, tí Sørvágs kommuna gav byggiloyvið fyri 1. apríl í 2013. Tvær vikur frammanundan hevði Innlendismálaráðið sent kommununum eina kunning um viðgerð av brunamálum í sambandi við byggimálsviðgerð. Í kunningini stendur, at hóast byggilógin, sum kom í gildi 1. apríl í 2013, flytur brunamálsviðgerðina frá Brunaeftirlitinum til kommununurnar, er ikki vanlig bygging undantikin, um byggiloyvið er latið fyri 1. apríl 2013. Tá hevur Brunaeftirlitið framvegis ítøkiligu brunamálsviðgerðina. Rúni Joensen, sum var aðalstjóri í Innlendismálaráðnum, sigur seg minnast, at Marknagilsdepilin varð nevndur sum ikki vanlig bygging, men hann er ikki vísur í, um farstøðin á flogvøllinum eisini bleiv nevnd, men tað er ikki útilokað. Brunatrygd er málsøki hjá Fiskimálaráðnum, og ein møguleiki, sum er nevndur, er, at landsstýrismaðurin sker ígjøgnum og sigur, hvør eigur brunamálsviðgerðina. Men um tað er eingin ætlan, sigur Rógvi Reinert, aðalstjóri, í Fiskimálaráðnum. Ein stovnur undir ráðnum hevur málsviðgerðina, men landsstýrismaðurin veit um málið viðvíkjandi brunatrygdini í farstøðini, og hann verður kunnaður um tað. Men spurningurin, um hann skal leggja uppí, er ikki viðgjørdur. Bjarni Jøkladal býr í Keypmannahavn og var staddur á Nørreport beint eftir midnátt sunnunáttina, tá Omar Abdel El Hussein skeyt ein mann í høvdið uttan fyri jødisku synagoguna í Krystalgøtu, bara fáar hundrað metrar har frá. Dan Uzan, sum maðurin æt, doyði seinni av løstunum. Meðan hetta hendi kom Bjarni Jøkladal súklandi á Nørreport. Á videonum niðanfyri ber til at síggja Bjarni greiða frá, hvussu hann upplivdi hesa løtuna. Djóni Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabata heldur at tað er sera týdningarmikið, at vit lúka altjóða krøv um barnarættindi. Hann heldur ikki at børn í føroyum eru nógv væl kunnað um síni rættindi. Politiska skipanin skal vera betur at kunna og upplýsa børnum og hoyra tey í málum, sum viðvíkur tey. 6 11 børn biðja um ráðgeving um vikuna í barnabata, og Djóni Eidesgaard gleðist um at Tú og Eg ráðgevingin víðkar sítt virksemi. Hoyr samrøðuna við Djóna Eidesgaard omanfyri. 14 hermenn eru særdir. Hermenninir lótu lív í býnum Debaltseve nærindis Donetsk, har harðir bardagar hava verið millum russiskt sinnaðu uppreistrarmenninar og ukrainskar stjórnarherdeildir, síðani vápnahvíldin kom í gildi sunnunáttina. Í nátt gjørdu politisku leiðararnir í Russlandi, Ukraina og Týsklandi semju um tiltøk, sum skulu tryggja, at eygleiðarar sleppa inn í Debaltseve. Sambært einum talsmanni fyri týsku stjórnina viðgjørdu russiski forsetin, Vladimir Putin, ukrainski forsetin, Petro Porosjenko, og týski samveldiskanslaran spurningin um at taka tungu vápnini úr krígsherjaða økinum. Sambært talsmanninum verður farið at taka tungu vápnini aftur í dag. Men Ukraina hevur aftrað seg við at taka tungu vápnini aftur, tí landið sigur, at russiskt sinnaðu uppreistrarmenninir leypa á í heilum. Uppreistrarmenninir siga tað sama um Ukraina, og at teir eru noyddir at svara aftur. Tí ætla uppreistrarmenninir ikki einvíst at taka síni vápn aftur, skrivar Reuters. Útlendski leikluturin í føroysku fiskivinnuni gerst alsamt sjónligari. Hóast útlendsku áhugamálini eru fjald í grannskoðaðu roknskapinum, so avdúka kreativu loysnirnar í makrelfiskiskapinum, hvør veruliga hevur avgerðarrættin í nøkrum av feløgunum, sum sleppa framat føroyska fiskiríkidøminum. 12. november 2009 kemur skipið Magnarson inn í føroysku uppsjóvarvinnuna. Skipið verður keypt fyri 40 milliónir og fær navnið Atlantsfarið . Keyparin er partafelagið North West Pelagic í Miðvági. Sambært roknskapinum eigur felagið hetta árið tað vil siga í 2009 ongar pengar. Eginpeningurin er negativur við góðum sjey milliónum krónum. Aftanfyri keypssáttmálan liggur eitt pantibræv, ið gevur ábendingar um, hvør veruliga hevur avgerðarrættin í reiðarínum í Miðvági. Hollendska felagið Jaczon, ið er partur av familjufyritøkuni Cornelis Vrolijk, eigur eitt pantibræv á 100 milliónir krónur í felagnum. Rentan er seks prosent. Og hollendska felagið kann rykkja teppið undir felagnum við sjey daga varsil. North West Pelagic hevur øll árini havt undirskot í rakstrinum sambært nýggjasta roknskapinum, sum er fyri 2013, er eginpeningurin í North West Pelagic minus 57 milliónir krónur. Atlantsfarið er ikki nakað eindømi í somáta. Næraberg hevur eina líknandi avtalu við sínar útlendsku samstarvsfelagar eitt samstarv, ið somuleiðis gevur eina greiða mynd av, hvar avgerðarrætturin í felagnum liggur. Føroyska reiðaríið hevur skrivað undir eitt pantibræv áljóðandi 15 milliónir evrur umleið 120 milliónir krónur. Rentan er seks prosent. Sambært grannskoðaða roknskapinum fyri 2013 er egiognin í P F Næraberg negativ við heili 110 milliónum krónum. Eitt triðja dømi er smápartafelagið JNO á Kambsdali, stovnað í 2013. Felagið hevur bara tilsøgn um fyribils, avmarkað fiskiloyvi til rækjur við Svalbard og í altjóða sjógvi í Barentshavinum fyri eitt ár í senn. Kortini keypti smápartafelagið trolaran Gandi frá íslendska felagnum Vinnslustøðin fyri 12,5 milliónir dollarar góðar 71 milliónir krónur. Skipið eitur nú Ólavur Nolsøe. Av tí at smápartafelagið er so nýtt er enn eingin almennur roknskapur tøkur upplýst er bara, at felagið eigur 80.000 krónur í partapeningi. Felags fyri øll trý feløg er, at útlendski samstarvsfelagin eigur sera stór pant í føroysku reiðaríunum, sum hinvegin ongar pengar eiga. Felags er eisini, at tá føroysku reiðaríini fremja proformasølur fyri at sleppa framat makrelkvotum hjá øðrum reiðaríum so skal útlendski samstarvsfelagin spyrjast eftir. Soleiðis var, tá Næraberg í fjørheyst skuldi fiska makrelkvotu hjá øðrum skipi tá kom skrivlig váttan um at proformasølan kundi fara fram frá P og P Group í Hollandi. Og soleiðis var eisini, tá Ólavur Nolsøe skuldi fiska makrelkvotu hjá øðrum tá kom skrivlig váttan um at proformasølan kundi fara fram frá Vinnslustøðini í Íslandi. Lógin um vinnuligan fiskiskap ásetir, at útlendingar í mesta lagi kunnu eiga ein triðing av teimum feløgum, sum fáa atgongd til føroyska fiskatilfeingið. Í minsta lagi tveir triðingar av partabrøvunum og avgerðarrættinum skulu vera føroysk. Næraberg hevur avreitt fyri útvið 600 milliónir krónur, síðani skipið kom til landið í 2009. Atlantsfarið hevur avreitt fyri 124 milliónir krónur, síðani skipið kom til landið, somuleiðis í 2009. Ólavur Nolsøe hevur higartil avreitt fyri góðar 16 milliónir síðani á sumri 2013. Útlendski leikluturin í føroysku fiskivinnuni varð viðgjørdur í sendingini Dulda sølan av fólksins ogn í sjónvarpinum mánakvøldið. Talan er um 39 sløg av kryddaríum av merkinum Santa Maria, og har er spor av ómerktum mandlum í einum paríi av paprikapulvuri. Paprika er í fleiri av kryddaríunum av hesum merki. Vandi er fyri, at fólk, sum ikki tola mandlur, kunnu fáa alergiska reaktiónir, um tey fáa hesi kryddarí í seg, skrivar Heilsufrøðiliga starvsstovan. Upptøkurnar vórðu gjørdar í Reinsarínum í Havn í januar í ár, tá Sláið Ring og Kringvarp Føroya skipaðu fyri føroyskum dansi at taka upp til sjónvarp. Men løgtingið samtykti longu í 1998, eftir uppskoti frá eini samdari vinnunevnd, at broyta lógina um vinnuligan fiskiskap soleiðis, at tað skuldi bera til at handla fólksins ogn. Jacob Vestergaard hevur upplýst í tinginum, at í fjør vóru 41 skip seld aftur og fram fyri 552 milliónir krónur, men Fiskimálaráðið hevur onga skráseting av skipunum ella meting um, hvussu nógv kann gjaldast fyri veiðiloyvið. Atlantic Airways, Vága Floghavn og Landsverk fara at spara nakrar hundrað túsund krónur, nú Trafikstyrelsen í Danmark skal hava minni fyri at hava eftirlit við flogferðsluni. Sparingin hjá Atlantic Airways verður 300.000 krónur um árið, Vága floghavn skal rinda 200.000 krónur minni og Landsverk 100.000 krónur minni. Lógaruppskotið um nýggja skipan fyri gjaldið til Trafikstyrelsen fyri eftirlit við flogferðsluni kom í løgtingið í gjár. 16 næmingar, sum í løtuni ganga seinasta árið í miðnámsskúla og ætla sær at lesa búskaparfrøði, høvdu lisið í Føroyum, um til bar at taka útbúgvingina her. Harafturat eru tíggju, sum helst høvdu tikið útbúgvingina í Føroyum. 62 av teimum 495 spurdu miðnámsskúlanæmingunum søgdu seg ætla at lesa búskaparfrøði. Samanumtikið siga 115 seg ætla at lesa í Føroyum, og so eru 90, sum ivast, men helst høvdu valt Føroyar, um útbúgvingin, tey hava valt, kann fáast í Føroyum. 159 eru avgjørd í at fara av landinum at lesa, sama um útbúgvingin er í Føroyum. Nógv tey flestu hugsa um Danmark. Men tey flestu, yvir 80 prosent, siga tó, at tey vilja búgva í Føroyum eftir lokna útbúgving. Føroya handilsskúli hevur nú kunngjørt alla kanningina, sum varð gjørd í miðnámsskúlunum í fjør heyst. Millum nógvu úrslitini í kanningini sæst, at nógv fleiri kvinnur enn menn eru í miðnámsskúlunum, meira enn dupult so nógvar. Kvinnurnar eru góð 68 prosent. Heldur Russland á at bróta avtalurnar, sum vórðu gjørdar í Minsk, eisini ta seinastu, sum skrivað varð undir 12. februar, fer tað at kosta Russlandi dýrt, sigur Joe Biden. Seinastu tíðina eru bardagarnar kring býin Debaltseve har eysturi í Ukraina harðnaðir, og russiskt sinnaðu uppreistrarmenninir hava tikið ein part av býnum. Felagsskapurin fyri trygd og samstarv í Evropa, OSCE, ætlaði at senda altjóða eygleiðarar at hava eftirlit við vápnahvíldini, men teir eru ikki slopnir inn í Debaltseve. Varaforsetin fordømir eisini Russland og uppreistrarmenninir fyri at forða eygleiðarunum at sleppa inn í býin, tí á tann hátt kunnu uppreistrarmenninir halda fram við bardøgunum, verður sagt úr Hvítu Húsunum. Russiski forsetin, Vladimir Putin, segði í gjár, hann vónar, at uppreistrardeildirnar at lata ukrainsku hermenninar sleppa úr Debaltseve. ST trygdarráðið hevur samtykt eina yvirlýsing, sum viðurkenninir friðaraavtalun fyri Ukraina. Í yvirlýsingini verður heitt á stríðandi partarnar um at halda vápnahvíldina. Tá eg sat inni hjá læknanum, og hann segði mær, at heilsan var farin at bila orsakað av vektini, hendi okkurt við mær. Eg fór at hugsa um børnini og visti, at skuldi eg síggja tey gerast vaksin, mátti vend kom í. Tað sigur 41 ára gamli Rúni Thomsen úr Hvalba, sum tann 4. januar 2014 fór undir eina persónliga verkætlan. Í fleiri ár hevði hann rørt seg alt ov lítið og etið ovurstóran mongdir av góðgæti.Og tað hevði sett síni spor á kroppin og ikki minst á lívsgóðskuna. Eg setti mær tá fyri, at 15. juli 2015 skal eg viga niðan fyri 100 kilo, sigur Rúni Thomsen, sum í løtuni er umleið 45 kilo lættari, enn tá hann byrjaði verkætlanina. Í Vegamótinum hesaferð fortelur Rúni Thomsen, millum annað hví hann gjørdist so tungur, og hvussu hann hevur borið seg at við at lætna. Sambært reglunum um revsing fyri ærumeiðing kunnu tey fýra tíðindafólkini, Dia Midjord, Liljan Weihe, Jan Lamhauge og Sveinur Tróndarson fongslast, verða tey funnin sek í sakarmálinum, sum Jørgen Niclasen, landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, hevur reist. Tað sigur Bjørn á Heygum, advokatur, sum umboðar Svein Tróndarson. Hetta er ikki eitt vanligt borgarligt sakarmál, tí Jørgen Niclasen er ákæri, og tey stevndu eru ákærd. Í samrøðuni verður komið inn á valdið hjá landsstýrismanninum, útlutan av rættindum, atgongdina til tilfeingið í havinum, útlendska leiklutin í vinnuni, strámannavirksemi og hvussu lógin um vinnuligan fiskiskap annars verður umsitin. Samgongan setti sær sjálvum freist til 1. februar at koma við tí fiskivinnunýskipan, sum hevur verið ávegis alt valskeiðið. Enn hevur almenningurin tó ikki fingið innlit í ta nýskipan, sum samgongan sigur seg vera samda um. Í trimum sjónvarpssendingum hevur Kringvarpið lýst støðuna í fiskivinnuni í dag, umframt nakrar av spurningunum og avbjóðingum í vinnuni. Somuleiðis er evnið lýst í kjaki, øðrum sendingum og tíðindainnsløgum. Sum part av hesi viðgerð er Jacob Vestergaard gestur í sjónvarpsstovuni. Allir 7. flokkarnir í Tórshavnar kommunu samlast í morgun í skúlanum á Argjahamri fyri at vera saman og hoyra um tað góða ungdómslívið. Tað eru SSP toymini í kommununi sum skipa fyri og vit tosaðu við Annu Dalsgaard SSP lærara. SSP er samstarv millum skúlar, sosialar myndugleikar og løgregluna og hevur til endamáls at upplýsa skúlabørn um avleiðingarnar av kriminaliteti Uppreistrarmenninir leypa á býin, og teir fáa stuðul frá stríðsvognum, verður sagt. Fleiri túsund ukrainskir hermenn eru í Debaltseve, sum hevur stóran týdning í Donetsk landspartinum har eysturi í landinum. Umleið 8.000 stjórnarhermenn eru í býnum, men uppreistrardeildirnar hava valdið í pørtum av býnum. Harðir bardagar eru í Debaltseve, hóast vápnahvíld kom í gildi sunnunáttina. Amerikanski varaforsetin, Joe Biden, fordømir brotini á vápnahvíldina í Ukraina og sigur, at russiskt sinnaðu uppreistrardeildirnar hava skyldina. Heldur Russland á at bróta avtalurnar, sum vórðu gjørdar í Minsk, eisini ta seinastu, sum skrivað varð undir 12. februar, fer tað at kosta Russlandi dýrt, sigur Joe Biden. Marisa Spiteri Cremona, føroyskur fyriskiparin og Inge Lise Lollike, sum er gestur á íblástradegnum greiddu í morgun frá altjóða kvinnubønardegnum. Sjálvur kvinnubønardagurin er leygardagin og sjálvur bønardagurin er 6.marts. Marisa og Inge Lise eru samdar um at hesin dagurin hevur stóran týdning og serliga altjóða sjónarhornið er alt avgerandi. Hoyr samrøðuna við tær báðar omanfyri. Tað eru fyrimunir við, at landið yvirtekur SEV, heldur Bogi Bech Jensen, professari í orkuverkfrøði. Til dømis hevði tað verið 10 milliónir bíligari at reka um árið. Stendur tað til Vinnumálaráðið og Johan Dahl, landsstýrismann, yvirtekur landið SEV. Ber tað ikki til, mælir Vinnumálaráðið til, at netið skal skiljast sundur frá framleiðsluni. Viðgerðin av málinum, sum Jørgen Niclasen, hevur reist móti kringvarpsstjóranum, Dia Midjord, tíðindaleiðaranum í Kringvarpinum, Liljuni Weihe, Jan Lamhauge tíðindamanni í Kringvarpinum og Sveini Tróndarsyni, fyrrverandi chefredaktøri á portal.fo er liðug, Meira verður at frætta í tíðindunum í útvarpinum seinni í dag. Tíðindasendingarnar kanst tú hoyra beinleiðis her Beinleiðis útvarp Fiskimálaráðið ger tí einki við málið, sigur Anni á Hædd, deildarstjóri á Løgdeildini í Fiskimálaráðnum. Tey vilja heldur lata partarnar tosa seg til sættis um málið. Partarnir tosa um málið júst í dag. Sum skilst er fundur millum Brunaeftirlitið og Sørvágs kommunu í dag. Ynskibarnið er bók í tveimum pørtum. Lena Jacobsen týddi. Nora og mamman hava tað gott.men soleiðis hevur tað ikki altíð verið. Einaferð vistu tær ikki av hvør aðrari. Mamman vildi so fegin hava eitt barn, men hon hevði ongan pápa at fáa barn við. Nora átti hvørki mammu ella pápa. Tað besta, Nora veit, er at hoyra søguna um, hvussu mamman fann hana. Freistin at søkja starvið er til 1. apríl. Ein giktlækni er á Landssjúkrahúsinum, men hann hevur fyri triðju ferð hótt við at fara úr starvinum, tí hann er misnøgdur við arbeiðsumstøðurnar og leiðsluna á Landssjúkrahúsinum. Í drúgvum skrivi til fjølmiðlarnar sigur Pero Sore, giktlækni, at eru hansara umstøður á Landssjúkrahúsinum ikki batnaðar fyri 28. februar, sum er leygardagurin í næstu viku, fer hann úr starvi sínum. Í lýsingini eftir giktlækna sigur Landssjúkrahúsið, at tað fegið vil hava meira gransking, og at til ber at seta av tíð til gransking. Tað hóvar ikki varastjóranum á Landssjúkrahúsinum, Anders Bøgesvang, at verandi giktlæknin, Pero Sore, nú enn einaferð hóttir við at fara úr starvi sínum, batna arbeiðsumstøðurnar ikki eftir hansara tykki. Anders Bøgesvang heldur, tað er hugstoytt, at Pero Sore kemur við slíkum útmeldingum, tá sjúkrahúsleiðslan longu er í ferð við at eftirlíka nøkrum av ynskjunum hjá Pero Sore. Fýra línuskip fiska góð 2.000 tons, og seks trolarar fiska, ella eru á veg yvir eftir góðum 1.000 tonsum. Tí verður ikki nógv í part hjá trolarunum, meðan línuskipini fáa frægari burturúr. Fýra línuskip fóru yvir fyrst í januar. Klakkur, Eivind og Kambur frysta fiskin umborð. Tey skipini hava landað einaferð í St. Pierre. Tey høvdu millum 190 og 245 tons, sum svara til umleið 900 tons í rundum fiski. Váðasteinur, sum ísar fiskin, var í Føroyum og landaði 250.000 pund, og fór síðani aftur til Nýfundlands. Váðasteinur fekk 14 krónur í miðal fyri fiskin í Føroyum. Hini línuskipini fingu góðar 20 krónur fyri kg í St. Pierre. Feløgini taka sær sjálvi av at selja fiskin, og nakað av frysta fiskinum er keyptur til Føroya. Annars er fiskurin seldur til fleiri lond, USA, Kanada, Íslands, Noregs, Hollands og Polands. Fiskurin sum skal til Føroya fer úr Halifax í morgin við einum skipi hjá Eimskip Øll fýra línuskipini fiska í løtuni á Flemish Cap, og fara at sigla heim, tá kvotan er uppi. Tey fáa neyvan uppí seinna túrin. Veðrið hevur verið hampiligt á Flemish Cap tað mesta av tíðini, men seinastu dagarnar hevur viðrað illa. Nógvur fiskur er at fáa, og av tí sama hava skipini ikki roynt við stórt meir enn einum triðingi av línuni. Tá hevur verið lagt stilt at reinsa. Ikki færri enn seks trolarar skulu fiska tey gott 1.000 tonsini, sum trolararnir fingu, tað svarar til eini 800 tons av kruvdum og avhøvdaðum fiski. Vesturleiki, Brestir og Sjagaklettur, sum frysta fiskin umborð, byrjaðu fiskiskap á Flemish Cap sunnukvøldið. Tríggir aðrir trolarar, Føniks, Heykur og Falkur, sum ísa fiskin umborð, eru á veg yvir á Flemsh Cap, og byrja fiskiskap ein av fyrstu døgunum. Skipini fiska av felagskvotu, og teir sum komu fyrst yvir, hava møguleika at fiska í nakrar dagar, áðrenn hinir koma yvir. Tað verður ikki nógv í part hjá trolarunum, nakað omanfyri 100 tons, ella góð 200.000 pund. Fiskiskapurin á Flemish Cap er óføra góður. Línuskipini fáa millum 40.000 og 60.000 pund um dagin, og trolararnir fáa upp í 70.000 pund um dagin. Okkurt um 200 tons eru eftir av kvotuni hjá línuskipunum, upplýsir Vørn. Tríggir ungir føroyingar hava verið á ítróttarstevnu í Sibiria fyri upprunafólk Jonna Færø sum hevur gott samband við Grønland hevði fingið eina innbjóðing so føroyingar kundu luttaka Havnin hevur brúk fyri einum apoteki í miðbýnum. Heðin Mortensen, borgarstjóri, hevur, sum hann sigur, vegna borgarar í Tórshavnar kommunu, heitt á Apoteksverkið um at lata upp eitt apotek afturat í Havn, og tað skal vera í miðbýnum. Heðin Mortensen sigur, at býraðið alla tíðina fær áheitanir frá fólki um at royna at fáa eitt apotek afturat í býnum, tí tað kann vera rættiliga drúgvt at bíða eftir at sleppa framat í Tjaldurs apoteki. Heðin Mortensen lovar at hjálpa Apoteksverkinum at finna høli til apotek í miðbýnum. Tjaldurs apotek avgreiðir okkurt um 700 viðskiftafólk um dagin. Kanadiska stjórnin hevur, í sambandi við formansskapin í Arktiska Ráðnum, útskrivað eina listakapping fyri ung í aldursbólkinum 18 25 ár. Evnið fyri kappingina er Development for the People of the North , tað er menning fyri fólkið á norðurleiðum. Les her um hvussu tú kanst vera við. Myndlistakapping fyri ung millum 18 25 ár. Margretha Nónklett og Sólfríð í Króki, sum arbeiða í uttanríkistænastuni á løgmansskrivstovuni greiddu frá kappingini í morgun. Hetta vikuskiftið verður orkustevna í Høllini á Hálsi í Havn. Lagt verður út fríggjadagin klokkan12.30, síðani verður ein røð av fyrilestrum allan fríggjadagin og leygardagin. Eitt nú skulu Jarðfeingi og SEV verða við á orkustevnuni og í morgun tosaði morgunsendingin við Kára Mortensen frá Jarðfeingi og Hákun Djurhuus, stjóra í SEV. Í føroyska sjúkrahúsverkinum eru 40 serlæknastørv, fýra teirra eru ikki sett. Í 14 størvum eru fólk, sum eru eldri enn 60 ár. Hesi tøl hevur Trivnaðarnevndin hjá løgtinginum fingið frá Serlæknafelagnum. Felagið brúkar eina frágreiðing hjá danska Heilsustýrinum um útboðið av læknum og serlæknum frá 2012 til 2035, tá felagið sigur, at samanborið við Danmark skuldu 43 serlæknastørv afturat verið í Føroyum. Nýggi stjórin skal leiða og samskipa arbeiðið á Búnaðarstovni, gera meginsetningar og raðfestingar fyri stovnin og virkisøkið, evna til ymiskt tilfar, ið Fiskimálaráðið hevur tørv á, og veita Fiskimálaráðnum ráðgeving, og skipa mannagongdinir á stovninum, ið tryggja góða borgaratænastu. Tann, sum søkir, skal hava útbúgving og arbeiðsroyndir, ið eru viðkomandi fyri starvið, og fyrimunur er eitt nú at hava leiðsluroyndir og góðan málførleika. Starvið er lønt í 37 lønarflokki og tað svarar til 46.800 krónur um mánaðin sambært sáttmálanum millim Fíggjarmálaráðið og Tænastumannafelag Landsins, tó uttan at vera tænastumannastarv. Nýggi stjórin skal taka við 1. apríl ella skjótast eftir tann dagin dag. Fiskimálaráðið fer nú undir tilgongdina at seta nýggja stjóran á Búnaðarstovuni. Árið fyri, tað var í 2013, var hallið 186 milliónir á handilsjavnanum. Orsøkin til, at hallið í 2013 er vent til avlop í 2014 er, at útflutningurin er vaksin, meðan innflutningurin er minkaður. Á útflutningssíðuni er tað laksurin, sum stendur fyri størsta vøkstrinum. Í 2014 útfluttu Føroyar laks fyri næstan 3 milliardir krónur, og er tað ein hálv milliard meira enn í 2013. Samlað vaks útflutningurin í 2014 við 174 milliónum. Á innflutningsíðuni er tað skipainnflutningurin sum er nógv minkaður. Úr 800 milliónur í 2013 niður í 200 milliónir í fjør. Innflutningurin minkaði samanlagt 415 milliónir krónur Seinastu 10 árini hevur verið hall á handilsjavnanum øll árini uttan í 2010, 2011 og í fjør. Í 2007 var størsta hallið nakrantíð, næstan hálvaaðru milliard, sæst á heimasíðuni hjá Hagstovuni. Handilsjavnin er munurin í pengavirði á útflutningi og innflutningi av vørum. Tá avlop er á handilsjavnanum, merkir tað sostatt, at útflutt er fyri meira, enn innflutt er fyri. Tilsamans ætlar landið at brúka 970 milliónir næstu fýra árini. 12 ymisk átøk eru nevnd í nýggju ætlanunum, forsætisráðharrin legði fram á tíðindafundinum. Tær 970 milliónirnar, ætlanin er at oyramerkja fyri at berja niður yvirgang í Danmark, verða ætlandi brúkt til hesi 12 høvuðsátøkini Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, sigur, at ein av grundgevingunum, fyri at Havnin skal hava eitt apotek afturat, er, at bíðitíðin er long, sambært honum. Kjartan Mohr, landsapotekari, er kortini ikki samdur við borgarstjóranum í Havn. Landsapotekarin heldur ikki, bíðitíðin á Tjaldurs apoteki í Havn er ein trupulleiki. 85 prosent av teimum, sum hava ørindi á Tjaldurs apoteki í Havn, bíða í minni enn seks minuttir. Tí er tað neyvan ein grundgeving, sigur Kjartan Mohr. Í góðkenningini eru millum annað settar treytir um, at alifelagið ger regluligar kanningar av botninum undir aliringunum, og at alifelagið skal taka atlit fyri úrslitunum av botnkanningunum í síni framtíðar aliætlan. Dálking, í sambandi við aling, stavar oftast frá fóðri, skarni og heilivági. Men serliga kopar dálkar eisini illa talan er um kopar, sum verður brúkt til impregnering av alinótum. Meðan nótirnar liggja í sjónum, detta flakar av impregnering við tíðini av og kunnu hópast upp. Verður dálkingin ov stór, kann Umhvørvisstovan seta forboð fyri at seta fisk út aftur á staðnum. Góðkenningin kann kærast. Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra umhvørvisgóðkenningina til landsstýrismannin í umhvørvis og fiskivinnumálum. Kærurætt hava bara tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. Í góðkenningini er serligur dentur lagdur á, at tey evni, sum verða brúkt í alivirkseminum, ikki hava árin á umhvørvið. Vindeygu hava verið gjørd í Vágum langt aftur í tíðina, ja, afturi í fimtiárunum og enntá fyrr enn tað. Men frá 1968 til 2007 var Hans Elmar Poulsen á Vatnsoyrum vindeygamaðurin í Føroyum. Snikkaravirkið á Vatnsoyrum, sum virkið hjá honum kallaðist, keypti í 1990 Føroya Glugga í Miðvági, og í 2005 varð alt vindeygavirksemið lagt saman undir navninum HDYGD, sum síðani hevur ment seg til fremsta framleiðara av vindeygum og hurðum í Føroyum. Norska sjóverjan hevur tikið flakatrolaran Enniberg, tí illgruni er um, at Enniberg hevur tveitt fisk útaftur. Enniberg roynir í norskum sjógvi. Seinastu árini er fíggjarliga orkan í fiskivinnuni savnað á alt færri hondum. Eitt av størstu reiðaríðunum er Varðin í Gøtu. Dunga Jákup dugur ikki at síggja, at teir hava nakað serligt vald. Gestur Hovgaard, lektari í samfelagsfrøði, greinar spurningin um knýtið millum vald og pening. Tann, sum vinnur rættin at skíra onnur fyri yvirgangsfólk, fær samstundis vald til alt møguligt annað. Kristina Samuelsen, løgfrøðingur, Róland í Skorini, lektari í átrúnaði, og Gunnar Isfeld, søgurfrøðingur, greina hugtakið yvirgang løgfrøðiliga, søguliga og átrúnaðarliga. Marius Olsen er ein tann mætasti grafiski listamaðurin í Føroyum. Í hesum døgum arbeiðir hann við myndum, sum skulu sýnast fram á Steinprent í næstum. Onkrar myndir eru myrkar, og tað skyldast okkara tunga norðurlendska lyndið, heldur hann. Alsamt fleiri føroyingar spæla telduspøl. Í sendingini hyggja vit at hesi lutvíst nýggju mentan hvussu sampakka telduspøl við eitt nú tað sosiala Norski listamaðurin Lars Kjemphol arbeiðir við hugtakinum livandi listaverk. Hann vil hava føroyingar at hjálpa sær at gera eitt listaverk í Norðurlandahúsinum. Í sendingini verður eisini kjakast um armslongdarprinsippið. Hvussu langt skal vera millum játtandi myndugleikan og mentanarlívið Formaðurin í LISA og landsstýrismaðurin í mentamálum eru gestir í sjónvarpsstovuni. Orsøkin til handilin var hóttanin úr Russlandi í samband við málið um Skálaberg. Og avleiðingin var, at virði mátti setast á kvotuna í Barentshavinum, sigur Leif Abrahamsen, nevndarformaður í JFK Trol. Í innslagnum, JFK stórt virði, heldur Leif Abrahamsen ikki, at tað er trupulleiki, at hann er stjóri á Gjaldstovuni SAMSTUNDIS sum hann er nevndarformaður í Føroyagrunninum, nevndarformaður í JFK Trol og nevndarlimur í móðirfelagnum JFK. Einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt. Laksalýs í alivinnuni hava fingið gløgg høvd at finna upp á nýggjar vinnuvegir. Á aðalfundinum í gjárkvøldið varð nýggj nevnd vald í LGBT. Í nevndini sita Anja Johansen, Eiler Fagraklett, Høgni Min , Katrin Bærentsen, Margret Nordberg Thomsen og Sofia M.J. Høgnesen. Morgunsendingin skipar listatiltakið saman við Kinnu Poulsen, listaummælara. Verkið, sum Kinna Poulsen dámar best, hevur Maria Bærentsen tikið. Allar myndirnar kunnu síggjast í myndaskjáttuni her Ynskibarnið er bók í tveimum pørtum. Lena Jacobsen týddi. Nora og mamman hava tað gott.men soleiðis hevur tað ikki altíð verið. Einaferð vistu tær ikki av hvør aðrari. Mamman vildi so fegin hava eitt barn, men hon hevði ongan pápa at fáa barn við. Nora átti hvørki mammu ella pápa. Tað besta, Nora veit, er at hoyra søguna um, hvussu mamman fann hana. Fólk kunnu venda sær til Rættarhjálpina og fáa ókeypis løgfrøðiliga ráðgeving, og í 2014 stóðu a rvur og hjúnaskilnaður ovast í hagtølunum hjá Rættarhjálpini. Rættarhjálpin fekk í fjør 375.000 krónur í stuðli frá danska Løgmálaráðnum og 50.000 krónur frá landsstýrium. Avlopið hjá Rættarhjálpini var 68.000 krónur í 2014. Maria Skaalum Petersen, granskari á Deildini fyri Arbeiðs og Almannaheilsu, hevur fingið játtað krónur 1.490.191 til eina post.doc. granskingarætlan um Alzheimers sjúku i Føroyum, sæst á heimasíðuni hjá Granskingarráðnum. Tað er Det Frie Forskningsr d i Sundhed og Sygdom í Danmark, sum hevur játtað Mariu Skaalum Petersen og 16 øðrum til samans 28 milliónir krónur í hesum umfarinum, stendur á heimasíðuni. Í verkætlanarlýsingini verður sagt, at Alzheimers sjúka AD , stendur fyri á leið 70 av demens førum og ávirkar umleið 13 av fólkunum við 65 ára aldur og økist til 45 við 85 ára aldur. Umleið 50.000 danskir borgarar hava AD. Hetta leggur stórt fíggjarligt trýst á danska heilsuverkið, og byrðan av sjúkuni á sjúklingarnar, familjur teirra, heilsuverkið og samfelagið er stór. A Orsøkirnar til AD eru ókendar, men kunnu bæði verða orsakað av genetiskum og umhvørvisligum ávum. Ætlanin við verkætlanina hjá Mariu Skaalum er at at finna genetiskar og umhvørvis faktorar, sum ávirka vandan fyri AD í Føroyum. Mett verður, at tað er ein serligur møguleiki at gera eina slíka kanning millum fólk í Føroyum orsakað av landafrøðiligu støðuni, sum hevur givið eina einsháttaða genetiska bakgrund, og at hetta er eitt serligt høvi at eyðmerkja genetiskar og umhvørvis faktorar, sum hava samband við AD. Tað stendur á heimasíðuni hjá Granskingarráðnum. Tað almenna skal tryggja, eitt nøktandi útboð av ljóðbókum, og at føroyskar ljóðbøkur og e bøkur eru til taks umvegis eina nettænastu á landsins bókasøvnum. Ein av niðurstøðunum í álitinum er, at ljóðbókatænastan eigur at verða skipað sum serbókasavn undir Landsbókasavninum, har tænastan eigur at verða samskipað við eina e bókatænastu og eina tænastu, ið samskipar tøkniligu menningina á økinum. Mett verður, at tær tænastur, ið tað almenna fíggjar innan ljóðbøkur og e bøkur, eiga at verða samskipaðar og mentar á ein so skynsaman hátt sum gjørligt, fyri harvið at vera einum so stórum parti av borgarum landsins at gagni sum gjørligt. Útflutningurin var 6,3 milliardir krónur og innflutningurin 5,9 milliardir krónur. Í 2013 var hall á handilsjavnanum. Tað var 186 milliónir krónur. Orsøkin til avlopið í fjør er størri útflutningur og minni innflutningur. Í fjør varð laksur útfluttur fyri tríggjar milliardir krónur, sum var hálv milliard meira enn í 2013. Samanumtikið var útflutningurin 174 milliónir krónur størri í fjør enn í 2013, og innflutningurin minkaði 415 milliónir krónur. Seinastu tíggju árini hevur verið hall á handilsjavnanum øll árini uttan í 2010, 2011 og so í fjør. Í 2007 var størsta handilsjavnahallið í søguni. Næstan hálv onnur milliard krónur, tí tað árið var útflutningurin so lítil. Í hesari øldini hevur handilsjavnahall verið flestu árini, bara fimm ár hevur verið avlop. Handilsjavnin er bara ein partur av viðskiftum okkara við umheimin, men nógv tann størsti einstaki parturin, sigur Hagstovan. Býurin er tann størsti sum deildirnar hava tikið í ríkinum, sum ætlanin er at stovna í økinum, sum í fyrstu syftu fevnir um Irak og ein part av Sýria. Islamskur Statur var at byrja við ein partur av al Queda felagskapinum, men ovasti leiðarin í al Queda, Ayman al Zawahri, hevur boðað frá, at hann einki vil hava við felagskapin at gera, tí hann nýtir óneyðugt vald. Islamskur Statur legði í fjør stór økir í Irak og Sýria undir seg, harímillum stóra býin, Mosul. Nógv bumbuálopa IS støðir Síðani í september í fjør hava flogfør úr nógvum londum í samstarvi bumbað støðir hjá IS í Irak og í Sýria. Felagskapurin sugur seg samstarva við fleiri aðar felagskapir, harímillum felagskapin, MMSI, sum hevur valdið í libyska býnum, Derna. Mánadagin bumbaðu egyptisk flogfør støðir hjá MMSI, eftir at tað kom fram, at felagskapurin hevði avrættað 21 kristin úr Egyptalandi. Ein onnur ódn, sum nevnd verður Lam, er yvir landspartinum, Northern Territory, hon er ikki eins ógvuslig, og har á leiðini búgva heldur ikki so nógv fólk, upplýsa myndugleikarnir. Avstralski veðurmaðurin, Adam Morgan, á veðurstøðini í Darwin, sigur, at hetta er fyrstu ferð at veðurstovnurin hevur skrásett tvær so ógvusligar ódnir í 24 tímar. Mett verður, at ein ódn á triðja stigi er vandamikil. Ódnin Marcia mentist frá stig 1 til stig 5 frá í gjár til í nátt, og tað er serligar umstøður sum gera tað, heitur sjógvur og serlig viðurskifti í atmosferuni. Skaldsøgan Hinumegin er mars eftir Sólrún Michelsen er føroyska uppskotið til Norðurlendsku Bókmentavirðislønina í 2015. Frásøgukvinnan í skaldsøguni sigur frá mammuni, sum er á ferð úr lívinum. Umstøðurnar hjá teimum gomlu verða lýstar sum óvirðiligar, men samstundis verður sagt frá lívsjáttandi brotum úr tilveruni hjá mammuni og dóttrini. Hinumegin er mars er ein poetisk mynd av tí at eldast, og hon dregur fram, at tað snýr seg um at steðga á og njóta hvørja løtu. FMA var fyri fyrstu ferð í fjør, og samanumtikið eydnaðist hetta so væl, at hetta verður gjørt aftur. Men vika 11 verður ikki bert merkt av FMA, men eisini at bert føroyskur tónleikur verður spældur í Kringvarpinum og í Miðlahúsinum. Harafturat vera nógvar konsertir kring landið í viku 11. Atgongumerkini eru farin til sølu, men fólk skulu vera kvik um tey ætla at uppliva FMA í norðurlandahúsinum tann 14. mars. Hoyr samrøðuna við Eyðfinn Jensen omanfyri. Heili 42 tónleikarar í ymsum aldri og við ymsum ljóðførum hava meldað seg til tónleikakappingina Stella Polaris. Í gjár royndu tey yngru seg og í morgun vóru tað eldru tónleikararnir upp í 24, sum skuldu trína fram á pallin og spæla eitt stykki. Vit hittu í morgun Torkil Jespersen stutt eftir at hann var komin av aftur pallinum. Torkil er orgulspælari, og av tí at einki orgul er í norðurlandahúsinum, so mátti framførslan hjá honum takast upp og vísast á stórskýggja. Vit prátaðu eisini við Maluna Thomsen, forkvinnu í musikskúlanevndini um Stella Polaris. Afturvendandi kjakið um støðuna í heilsuverkinum var aftur á breddanum, tá politiskt orðaskifti var í Klaksvík mikukvøldið. Hóast evni á fundinum var fiskivinnupolitikkur, varð eisini kjakast um fíggjaligu støðuna í heilsuverkinum. LS skal spara 22 milliónir næstu tvey árini Landssjúkrahúsið skal spara góðar 22 milliónir krónur næstu tvey árini. Og neyðugt verður eisini hjá Landssjúkrahúsinum at spara meira enn tær fýra milliónir krónurnar í grundrakstrinum í ár enn higartil hildið. Tað sæst í svari frá Karsteni Hansen, landsstýrismanni í heilsumálum, til fyrispurning frá Sirið Stenberg, tingkvinnu fyri Tjóðveldi, sum hevur spurt um støðuna á Landssjúkrahúsinum. Støðan ikki so vánalig, heldur Jenis av Rana Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, heldur tó ikki, at støðan á Landssjúkrahúsinum er so vánalig. Tað kom fram undir orðaskiftinum í Klaksvík mikukvøldið, men Aksel V. Johannsen, formaður í Javnaðarflokkinum, er púra ósamdur við Jenisi av Rana. Í svarinum frá Karsteni Hansen til Sirið Stenberg sæst, at talið fýra milliónir skal takast við fyrivarni. Landssjúkrahúsið hevur upplýst, at við verandi játtan má stovnurin spara enn meira. Leiðslan á Landssjúkrahúsinum hevur tí arbeitt við at útgreina, hvørjar avleiðingarnar vera, um sjúkrahúsið ikki fær hægri játtan. Tað arbeiðið skuldi verið liðugt fyri tveimum vikum síðani, men er enn ikki liðugt. Sambært Sigurði Vang, stjóra á Landssjúkrahúsinum, og Karsteni Hansen, landsstýrismanni í heilsumálum, verður hetta arbeiðið helst liðugt í næstu viku. Hetta hevur leingi verið støðan hjá Bjørn Kalsø, landsstýrismanni, og í gjár vóru so allir politisku flokkarnir á tingi bodnir á fund í Mentamálaráðnum, har kunnað varð um ætlanirnar, sum liggja fyri framman. Hetta seinasta árið hevur landsstýrismaðurin fingið gjørt tvey álit um fólkaskúlan og tað sernámsfrøðiliga økið, og í teimum verða avbjóðingar og møguleikar lýstir á fólkaskúlaøkinum. Í tí eina álitinum, sum gjørt er um fólkaskúlan, verður lagt upp til, at størri skúlaøki eiga at samstarva meira eisini um leiðslu og eisini at summar uppgávur eiga at vera fluttar úr Mentamálaráðnum sjálvum og út í skúlaøkini. Siðvenjan við breiðum politiskum semjum serliga slíkum, sum skulu halda tvørtur um val er ikki heilt so sterk í Føroyum. Men júst á hesum økinum er støðan øðrvísi, metir landsstýrismaðurin við skúlamálum Mentamálaráðið er farið undir at fyrireika næsta politiska fund um bygnaðarbroytingarnar í fólkaskúlanum, og tá fáa politisku flokkarnir okkurt meira ítøkiligt at viðgera, sigur landsstýrismaðurin. Kvinna skrivar um sín gerandisdag, sum hon er nøgd við. Børn og hús og heim, men hon heldur, at maðurin og hon hava alt ov lítla tíð saman. Dagrøktarmamma finst at fleiri foreldrum, tí tey lata børnini vera alt ov nógvar tímar í dagrøkt. Hon heldur, at tey skáka sær undan at hava børnini heima, tá tey hava frí. Vinkonan hevur mist mammu sína. Hon er vónbrotin, tí hon heldur, at vinkonurnar vísa als ov lítla samkenslu. Hon saknar mammuna og vildi fegin, at onkur spurdi hana, hvussu hon hevur tað. Men vinkonurnar nevna ikki mammuna. Talan er um tosk ella upsa og kongafisk, sigur Thomas Darell, politiinspektørur í Hammerfest, hagar Enniberg kom klokkan seks í gjárkvøldið eftir boðum frá norska fiskiveiðieftirlitinum. Hann leggur tó aftrat, at talan er ikki um nógvan fisk, sum skal vera farin útaftur. Men í Noregi er forboð fyri at blaka fisk út yvirhøvur. Myndirnar frá flogfarinum eru nóg gott prógv fyri at geva skiparanum sektaruppskot og reiðaríinum krav um virðið á fiskinum, sum var í hálinum hjá Ennibergi, áðrenn myndirnar vórðu tiknar, sigur Thomas Darell. Thomas Darell sigur, at vanliga plagar skiparin at fáa millum 15.000 og 30.000 krónur í bót fyri slikt brot sum hetta, og so kemur virðið á fiskinum í aktuella trolinum afturat. Talan er um tosk ella upsa og kongafisk, sigur Thomas Darell, politiinspektørur í Hammerfest, hagar Enniberg kom klokkan seks í gjárkvøldið eftir boðum frá norska fiskiveiðieftirlitinum. Myndirnar frá flogfarinum eru nóg gott prógv fyri at geva skiparanum sektaruppskot og reiðaríinum krav um virðið á fiskinum, sum var í hálinum hjá Ennibergi, áðrenn myndirnar vórðu tiknar. Thomas Darell sigur tó, at talan er ikki um nógvan fisk, sum skal vera farin útaftur, og hann vil ikki siga, um teir á Ennibergi við vilja hava tveitt fiskin fyri borð. Men í Noregi er forboð fyri at blaka fisk út yvirhøvur, skipini eiga at vera soleiðis útgjørd, at fiskur ikki fer fyri borð. Thomas Darell sigur, at vanliga plagar skiparin at fáa millum 15.000 og 30.000 krónur í bót fyri slíkt brot sum hetta, og so kemur virðið á fiskinum í aktuella trolinum afturat. Tá vit tosaðu við Thomas Darell, hevði skiparin ikki fingið sektaruppskotini, men sum skilst er talan um 430.000 krónur tilsamans. 64 prosent av teimum spurdu siga seg vænta eina yvirgansatsókn aftrat, áðrenn eitt ár er liðið, og bert 13 prosent vænta ikki eina slíka atsókn, vísir kanningin. Samstundis spurdi Megafon, hvønn forsætisráðharra danir vilja hava, um ein yvirgangsatsókn verður framd. Har er ynskið Helle Thorning Schmidt, sum 39 prosent halda stóð seg væl, eftir atsóknina um vikuskiftið. Danska stjórnin hevur lagt ein pakka fram, við 12 punktum, sum skal betra um møguleikarnar fyri at steðga yvirgangi. Ætlanin er at nýta eina milliard krónur til ætlanina. Meginparturin av pengunum skulu nýtast til at styrkja løgregluna og fregnartænasturnar. Samstundis er ætlanin at leggja fleiri uppskot fram, sum geva myndugleikunum fleiri rættindi, bæði í Danmark og uttanlands. Seinnapartin fer 22 ára gamli maðurin til gravar, sum leygardagin og sunnunáttina søkti at at tveimum málum í Keypmannahavn, og gjørdi av við ein 55 ára gamlan og ein 37 ára gamlan mann. Danskir miðlar skriva, at væntað verður, at 1500 muslimar fara at savnast til jarðarferðina, og at minnast Omar Abdel Hamid El Hussein, sum framdi yvirgangin. Muslimar í Danmark siga seg ikki ivast í, at fleiri aðrir ungir muslimar, sum sita fongslaðir í Danmark, eru í vanda fyri at enda sum yvirgangsmaðurin, og kunnu gera um seg, tá teir verða lætnir leysir. Muslimar finnast eisini at, at teir ikki í nóg stóran mun eru tiknir við uppá ráð, nú danska stjórnin hevur gjørt av at nýta eina milliard krónur, fyri at steðga møguligum yvirgangi í Danmark. Hóast lógin um sonevnda transfer pricing er 10 ára gomul, hevur Taks higartil einki gjørt fyri at kanna, um føroysk feløg flyta vinning uttanlands, fyri á tann hátt at sleppa undan skatti. Millum annað tí at talan er um eitt sera torskilt og krevjandi øki, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri á Taks. Men nú eru vit farin ígongd, leggur hann aftrat. Ov høgir prísir ella rentur Hugtøkini transfer pricing og tunn kapitalisering eru oftari og oftari at hoyra í almenna kjakinum um føroysku fiskivinnuna. Transfer pricing merkir í stuttum, at eitt felag selir ella keypir vørur ella tænastur frá útlendskum móður ella dóttirfelag fyri skeivan prís fyri á tann hátt at sleppa undan skatti í heimlandinum. Tunn kapitalisering er í stuttum, at felag lænir pengar undir ónormalum umstøðum ella við serliga høgari rentu fyri á tann hátt at sleppa undan skatti av yvirskoti. Alment fokus fær Taks at reagera Økt, alment fokus á fiskivinnuna, har spurnartekin er sett við útlendska leikluturin í nøkrum av føroysku reiðaríunum, fær nú Taks at reagera. Vanliga røkkur eftirlitisarbeiðið hjá Taks trý ár aftur í tíðina. Men eru ábendingar um óreglusemi, so hevur stovnurin heimild at fara longur aftur í tíðina, sigur Eyðun Mørkøre. Í Fiskimálaráðnum sita embætisfólk nú og orða og skriva eitt lógaruppskot, sum skal vera karmurin um vinnuligan fiskiskap í mong ár. Eg havi ætlan um, at lógaruppskotið skal verða liðugt og sent til hoyringar um einar 14 dagar, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Breið semja møgulig, hóast tíðarneyð Spurdur, um hendan tíðarætlanin ikki ger tað ómøguligt at tosa um veruligar tingingar við andstøðuflokkarnar og harvið ger tað ógjørligt at fáa eina breiða politiska semju, svarar Vestergaard, at tilgongdin hevur verið áralong. Samtyktin um at øll veiðiloyvi falla aftur til landið 1. januar 2018, varð jú tikin heilt afturi í 2007. Gamaní hevur orðaskiftið um, hvat henda skal 1. januar 2018 skolað aftur og fram við jøvnum millumbili hesi seinastu mongu árini, men beinleiðis politiskar tingingar um eina ítøkiliga nýskipan hava ikki verið millum samgonguna og andstøðuna. Higartil hava andstøðuflokkarnir bara verið í audiensi hvør sær, har flokkarnir skuldu svara 17 spurningum og uttan at fáa eitt samráðingarupplegg frá samgonguni at viðgera og at royna at seta síni fingramerki á. Men Jacob Vestergaard, landsstýrismaður heldur, at andstøðuflokkarnir eiga at vera nóg væl ílætnir til at kunna gera skjótt av, um teir kunnu ella ikki kunnu vera við til at gera nýskipanina. Spurdur, um nakar sleppur at flyta nakað av týdningi, tá Fiskimálaráðið longu er farið at gera eitt lógaruppskot, drálar landsstýrismaðurin eitt sindur, men sigur so, at hetta hevur hann tikið hædd fyri. Altso, at kunna lora eitt sindur á onkrum økjum, hóast tað hevur verið meira enn torført at finna semju innan samgonguna um teir prinsippiellu spurningarnar í nýskipanini. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður ætlar at senda andstøðuni felags fundarinnbjóðing í komandi viku, júst hvønn dag er ikki avgjørt enn, og tá verður okkurt skrivligt lagt fyri andstøðuflokkarnar, lovar hann. Kortini verður tað ikki tað lidna lógaruppskotið, sum er stórt í vavi men teir stóru spurningarnir, sum fylla nógv, verða lagdir fyri andstøðuna til støðutakan, sigur hann. Sum sagt, so er tíðarætlanin tann, at embætisverkið í Fiskimálaráðnum helst skal verða liðugt at gera lógaruppskotið við ella uttan fingramerki hjá andstøðuni um 14 dagar, tá tað skal sendast øllum , sum Vestergaard orðar seg, til hoyringar. Hetta merkir, at vanligu hoyringarpartarnir teir eru til dømis Fiskivinnuráðið og Havstovan sjálvandi fáa uppskotið til viðmerkingar, men eisini fjølmiðlarnir fáa lógaruppskotið um góðar tvær vikur, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður. Kanningararbeiðið hevur givið formanninum í Grein 19 nevndini, sum kannar Eik grunnin og eftirlitið við grunninum, eina aðra fatan um malið enn hann hevði frammanundan. Lógin segði beinleiðis, at nevndin í bankanum skuldi manna nevndina í grunninum, hóast grunnurin átti bankan og ikki øvugt. Tað er ikki sørt undarligt, heldur Joen Magnus Rasmussen, formaður í Grein 19 nevndini. Fer at spyrja seg fyri Hósdagin fer Grein 19 nevndin at spyrja Jóannes Eidesgaard, sum landsstýrismaður í fíggjarmálum frá 2008 til 2011, og Petur Alberg Lamhauge, sum var aðalstjóri í Fíggjarmálaráðnum, um Eik grunnin og eftirlitið við honum. Ávaringarlampurnar lýsa í hølunum hjá Føroya Pedagogfelag í Tungugøtu í Havn. Sambært nýggjari trivnaðarkanning siga fleiri enn helvtin av limum felagsins 52 prosent at tey uppliva eina ov stóra abeiðsbyrðu, sum elvir til strongd. 43 prosent av teimum spurdu siga, at tey seinasta árið hava havt illgruna um strongd. 19 prosent hava verið hjá lækna við illgruna um strongd, og sjey prosent hava seinast árið verið sjúkrameldað eitt tíðarskeiðið av somu orsøk. Og kanningin vísir, at limirnar halda, at samsvar er ikki millum løn og arbeiðsbyrðu. Sambært tølunum í kanningini arbeiða 56 prosent av limunum hjá Føroya Pedagogfelag niðursetta tíð ella færri enn 34 tímar um vikuna. Og 19 prosent hava eitt ynski um at arbeiða enn færri tímar. Men kanningin vísir eisini á jalig viðurskifti. Tey spurdu vísa á, at góðir og dámligir starvsfelagar og ein góð leiðsla stimbra um arbeiðsumhvørvið. Og tað er umráðandi fyri tann einstaka at uppliva at gera mun í sínum starvi. Tað stendur í tíðindaskrivi frá Heilsumálaráðnum, ið var sent út fyri løtu síðani. Í skrivinum stendur ikki, hvørjar nýggjar avbjóðingar Sigurð Ó. Vang fer at taka við. Heilsumálaráðið skrivar, at tey harmast um, at Sigurð Ó. Vang fer úr starvinum, men takkar fyri tíðina, hann hevur virkað sum sjúkrahússtjóri. Mánadagin 23. februar fer Karsten Hansen, landsstýrismaður, at seta hakan í fyri nýggja H bygningin á Landssjúkrahúsinum, sum kemur at standa frammanfyri núverandi grøna bygningin oman móti sjónum. Tað skrivar Heilsumálaráðið í tíðindaskrivi. Í hesum sambandi verður alment hátíðarhald frá klokkan 15. Verkætlanin fevnir millum annað um nýggjan psykiatriskan depil, nýggjar seingjadeildir og burðarstovur, og nýggj høli til rehabilitering. Tá nýggi bygningurin verður tikin í nýtslu er ætlanin, at ein stórur partur av virkseminum hjá Landssjúkrahúsinum omanfyri J.C. Svabosgøtu verður lagt niður. Á hendan hátt verður virksemið á sjúkrahúsinum savnað. Byggingin av nýggja H bygninginum verður ætlandi liðug í 2019. Sigurð Ólason Vang, hevur sagt seg úr starvinum, sum stjóri á Landssjúkrahúsinum fyrsta juni. Tí boðar Heilsumálaráðið frá í tíðindaskrivi. Og nýggja avbjóðingin, sum Sigurð Ó. Vanf fer at taka við, er starvið sum leiðari av mentanardeildini hjá Tórshavnar kommunu. Mentamáladeildin umsitur millum annað fólkaskúlaøkið, mentan, frítíðartilboð og ítróttamál og tilhoyrandi stovnar í Tórshavnar kommunu. Sigurd Ólason Vang byrjaði í starvinum, sum sjúkrahússtjóri fyrsta mars 2011, og varð áramálssettur í fimm ár. Tað tíðarskeiðið er úti 29 februar komandi ár. Sigurð er 41 ára gamal og útbúgvin cand.merc.jur. Hann tekur við starvinum sum mentamálaleiðara í Tórshavnar kommunu 1. juni 2015. Í sendingini greiðir Øssur millum annað frá síni bakgrund og nøkrum av teimum mongu upp og niðurtúrum, ið hava ávirka hansara lívsleið. Enniberg hevur veitt trygd fyri bótini á 430.000 krónur, men málið endar í rættinum, tí Sonny Johannesen, skipari, góðtekur ikki sektaruppskotið. Vit hava ikki blakað fisk út, sigur hann. Hóast kalt er í veðrinum og hann sigur frosti í nátt, so tosaðu starvsnamingarnir her í Kringvarpinum, Pauli Rasmussen av Skála og Bjarta Bertelsen av Strondum, við Torben Schneider, urtagarðsmann, um vøkstur og spírarar. Hvussu tulkar og umsitur Fiskimálaráðið tann partin av lógini um vinnuligan fiskiskap, sum snýr seg um útlendskan ognarlut og avgerðarrætt í føroyskum fiskiførum Og hevur Fiskimálaráðið góðkent, at veiðiloyvi, fiskiloyvi og veiðirættindi verða latin feløgum ella flutt millum skip, har útlendskur kapitalur gjøgnum lánsavtalur, hevur pant í skipum Millum annað hetta vil Páll á Reynatúgvu, tinglimur fyri Tjóðveldi hava at vitað frá landsstýrismanninum í Fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard. Fleiri dømi koma nú alment undan kavi um, at útlendskur ognarskapur og avgerðarrættur er í stórum pørtum av føroysku fiskivinnuni. Hóast lógin um vinnuligan fiskiskap í 7 ásetir, at útlendingar kunnu bert eiga upp til ein triðing og ikki kunnu hava avgerðarrættin á feløgum og skipum, so vísa dømini, at gjøgnum lánsavtalur, pantibrøv, fígging og aðrar avtalur er tann veruligi avgerðarrætturin á útlendskum hondum. Tí er neyðugt, at landsstýrismaðurin svarar fyri, hvussu verandi lógin um vinnuligan fiskiskap verður umsitin sammett við ásetingina um útlendskan ognarlut, og hvussu góðkenningar og eftirlit fara fram. Svimjisambandið skrivar í tíðindaskrivi, at tað er stórt fyri føroyska svimjing, at ein føroyskur dómari sleppur framat at døma hesar fyrstu europeisku leikirnar, og so undir Merkinum. Dan Hjelm hevur fyrr roynt seg í evropeiskum høpi, tá ið hann og Elin Matras í desember 2013 umboðaðu Føroyar sum svimjidómarar á evropameistarastevnuni á stuttgeil. Dómsnevndin valdi í gjár teir seks finalistarnar, sum skulu kappast um 1. 2. og 3. virðisløn í finaluni í Norðurlandahúsinum klokkan 19. Tey seks, sum skulu spæla eru Kristina Thede Johansen, Alvi Joensen, Dávur Birgisson, Marta Torkilsdóttir Johannesen, Rúni Hentze og Birita Poulsen. Í gjárkvøldið vóru virðislønir eisini latnar yngru tónleikarunum í kappingini. Tey vóru Vár Iversen Lindenskov, Maria á Lakjuni, Aksel Dánjalsson Remmel og Birita Dam. Í nevndini er ein útlendskur dómsnevndarformaður, eitt umboð fyri Føroya Symfoniorkestur, eitt fyri áhoyrarar, eitt fyri Tórshavnar Musikkskúla og eitt umboð fyri tónleikagreinina í breiðari merking. Dómsnevndarforkvinna er íslendski tónasmiðurin Mist Thorkelsdóttir, sum umframt at undirvísa í kompositión er leiðari á Academy of Music and Drama í Gøteborg. Ein ES fyriskipan er ávegis, sum loyvir sølu av sokallaðum e sigarettum við nikotinvætu við upp í 20 milligrammum fyri hvønn millulitur. Hetta hevur fingið donsku stjórnina at ressast við, og tí er eitt lógaruppskot nú sent til hoyringar, har bann verður sett fyri at selja e sigarettir við nikotinvætu til ung undir 18 ár. Vit halda rætt og slætt ikki, at e sigarettir hóska í munninum á einum barni, sigur Nick Hækkerup, heilsumálaráðharri við Politiken. E sigarettir ein glíðubreyt Hann heldur, at e sigarettir kunnu gerast ein glíðubreyt, soleiðis at ung so at siga læra at roykja veruligar sigarettir við hesum e sigarettunum. 79 prosent vilja banna Sambært eini enn ikki almannakunngjørdari meiningarkanning hjá Kræftens Bekæmpelse, so stuðla 79 prosent av dønum einum forboði fyri at ung undir 18 kunnu keypa e sigarettir. Bara 9 prosent eru ímóti forboðnum, skrivar Politiken. Meira enn 150.000 danir royktu e sigarettir í 2013, sambært eini meting hjá danska Heilsustýrinum. Oyðileggja Føroyar síni søguligu bond við vesturheimin við at gera sær dælt av russiska handilsbanninum Amerikanska avísin, The Wall Street Journal ger nú nógv burturúr profittinum, sum Føroyar vinna av kreppuni millum Russland og vesturheiminum um Ukraina. Útgangsstøðið er, at Føroyar nú eru einasta land í heiminum, sum kann selja russum feskan laks, og tað gera teir ella vit í stóran mun. Ella, sum Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord sigur við avísina Vit eru tey hepnu . The Wall Street Journal skrivar, at aftanfyri lukrativa føroyska laksaútflutningin til Russlands liggja mánaðir av diplomatiskum og handilsligum tingingum frá bæði føroyskari og russiskari síðu. Og her liggur søgan um, hvussu russar stríðast við at breyðføða sítt fólk, samstundis sum Russland er í stríði við vesturheimin, meðan aðrir partar vestanfyri gera sær fíggjarliga dælt av støðuni. Og her koma Føroyar inn í myndina. Amerikanska avísin skrivar, at stríðið um Ukraina ruddar slóð fyri nýggjum handilssambondum, sum skapar nýggjar fíggjarligar vinnarar og taparar, og at hetta eisini reisir spurningar um, hvørji virði lond hava og hvar teirra loyalitetur liggur. Fólki tørvar mat. Russlandi tørvar mat, er Kaj Leo Holm Johannesen endurgivin fyri at siga við Wall Street Journal. Løgmaður vísir í hesum sambandi aftur, at styrktu bondini við Russland nú hava skalað gomlu bondini, sum Føroyar hava við vesturheimin. Onnur lond kunnu hugsa okkurt annað, men tey fara ongantíð at støðga okkum at bera mat út. Ongantíð, sigur Kaj Leo Holm Johannesen við Wall Street Journal. Avísin hevur í hesum sambandi eisini tosað við Regin Jacobsen, stjóra á Bakkafrosti. Hóast Bakkafrost forvinnur mest av økta útflutninginum til Russlands, og hóast partabrævakursurin hjá føroyska alirisanum reyk til himmals, tá tað gjørdist greitt, at Føroyar, øvut av Noregi, ikki vóru fevndar av handilsbanninum, so er greitt, at Regin Jacobsen veit, at evnið er sera viðbrekið serstakliga, tá tað er ein stór amerikansk avís, sum spyr. Tað sømir seg ikki, at Føroyar tosa ov nógv um hetta. Um vit gera tað, so eiga vit at tosa sum partur av vesturheiminum, sigur Regin Jacobsen. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður fær seinasta orðið í greinini. Hann svarar stjóranum á Bakkafrosti soleiðis Um Regin Jacobsen talaði sum partur av vesturheiminum, ja, so vildi hann ikki útflutt eitt einasta kilo til Russlands . Greinin kann lesast á heimasíðuni hjá Wall Street Journal, sum eitur wsj.com Fyrsta veljarakanningin, sum spyr.fo hevur almannakunngjørt, er ikki umboðandi fyri veljaraskaran. Hetta viðurkennir stjórin Allan Dalsgarð, men sigur, at felagið við tíðini fer at gera álítandi og umboðandi kanningar. Kanningin vísti millum annað, at sambandsflokkurin hevði stóra afturgongd. Men tølini í kanningini skulu skiljast meira sum ein tendensur, heldur enn sum umboðandi fyri fólki í Føroyum, sigur Allan Dalsgarð. Spyr.fo riggar soleiðis, at fólk skráseta seg á heimasíðuni hjá spyr.fo at verða við í spurnarkanningum. Síðani fáa tey sms boð við spurningum, sum skulu svarast. Spyr.fo hevur í løtuni samstarv við Krabbameinsfelagið, og hvørja ferð ein fyritøka ger eina spurnarkanning, verður ein upphædd latin Krabbameinsfelagnum. Evro londini leingja lánini fyri at vinna sær tíð at samráðast um eina nýggja avtalu við Grikkaland, sum er í svárari, fíggjarligari kreppu. Við avtaluni, bindur Grikkaland seg at halda tær treytirnar, sum verðandi hjálpipakki krevur, tó er kravið til yvirskotið á handilsjavnanum hjá Grikkalandi linka eitt sindur. Men nýggja avtalan kann gerast ein trupulleiki hjá stjórnini, tí nógv ikki vilja góðkenna, at Grikkaland hevur lagt seg flatan fyri evro londini. Tað sigur Hákon Redder við DR. Týskland hevði annars boðað frá, at tað tekur ikki undir við umsóknini hjá Grikkalandi, tí hon lýkur ikki krøvini um sparitiltøk og nýskipanir í Grikkalandi, sum evru londini hava sett sum treyt. Eisini Portugisiki fíggjarmálaráðharrin fannst at, at treytirnar til Grikkaland vóru linari í nýggju avtaluni. Í dag fekk reiðaríið Thor handað sítt nýggja seismikkskip, sum hevur fingið navnið Thor Magni. Skipið er smíðað á Besiktas skipasmiðjuni, sum liggur í Turkalandi. Og har var eisini hátíðarhald í dag við umboðum frá reiðarínum og gestum. Hetta er fyrsta av fýra nýbygningum, sigur reiðaríið. Skipini koma at sigla sum hjálparskip hjá norska seismikkfelagnum Petrolium Geo Services. PGS er eitt altjóða seismikfelag, sum ger kanningar eftir kolvetni í undirgrundini. Skipini hjá Thor fara eitt nú at sigla við olju og útgerð, og verða trygdar og hjálparskip tá seismiskarkanningar vera gjørdar. Thor gjørdi ein langtíðarsáttmála við PGS í 2012, áðrenn skipini vóru bíløgd, og arbeiðið verður um allan knøttin. Thor Magni fer beint í arbeiði komandi viku. Skipini verða øll líka 64,4 metur til longdar og 14,5 metur til breiddar, og hava alla nútímans útgerð. Tey fýra nýggju seismik veitingarskipini, sum reiðaríið Thor hevur bílagt, koma at kosta 600 milliónir krónur at byggja. Halla Debes úr Havn er ivaleyst føroya størsti fjeppari av Bóndanum og hansara familju. Fyri einum góðum árið síðani sendi hon bóndanum, konu hasara og og báðum børnunum hvør sína troyggju, sum hon sjálv hevur bundið. Hon fekk eina tíð aftaná bræv og mynd frá bóndanum, har hann og familja hansara takka fyri troyggjurnar. Og so tá seinasta sendin g av bóndanum var í sjónvarpinum, var bóndin í troyggjuni frá Hallu. Arbeiði við langhylinum er nú er liðið so væl, at fólk kunnu byrja at gleða seg til at leypa útí, sigur Dennis Holm. Hann væntar, at fólk um tveir mánaðar kunnu kava í vbatni í nýggja hylinum. Tað var tá okkara besti og kendasti svimjari Pál Joensen vann silvur á 1500 metrum í Ungarn, at hugurin til ein langhyl í Vági kyknaði av álvara. Hetta var í august mánaði í 2010, tá Pál eftir at hava ligið á odda meginpartin av teininum kom á mál sum nummar tvey í Europameistarakappingini í svimjing, sum var í Budapest. Men ítøkiliga arbeiðið hevur verið í gongd í eini tvey ár. Drennis Holm, borgarstjóri vil ikki siga, hvat verkætlanin kostar, annað enn at hon er vanvittiga bílig , sum hann tekur til. Borgarstjórin í Vági leggur dent á, at talan er um ein hyl til øll, tó at tað ikki skerst burtur, at Pál Joensen bæði so og so kastar sína glæmu yvir verkætlanina. Og júst tað hevur vakt áhuga millum svimjarar uttanlands, sum fegnir vilja koma til Vágs at venja. Ongin serlækni í giktasjúkum var frá síðst í 1990 unum til 2008, og tá vóru bíðitíðirnar munandi longri enn tær eru nú, og viðgerðin nógv verri, sigur Jákup Mørk Pero Sore einasti serlækni í giktasjúkum í Føroyum boðaði í síðstu viku frá, at batna viðurskiftini hjá honum á Landssjúkrahúsinum ikki áðrenn 28. februar, fer hann úr starvi sínum. Samstundis skal Landssjúkrahúsið spara góðar 22 milliónir krónur næstu tvey árini. Leiðslan á Landssjúkrahúsinum og Heilsumálaráðið arbeiða við at útgreina, hvørjar avleiðingarnar vera, um sjúkrahúsið ikki fær hægri játtan. Tað arbeiði verður væntandi liðugt í næstu viku, hevur Heilsumálaráðið og Landssjúkrahúsið boða frá. Alvi Joensen vann og hini, sum vunnu ávíkavist aðru og triðju virðisløn vóru sangarin Birita Poulsen og saxofonleikarin Kristina Thede Johansen. Virðislønirnar vóru ávikavist 20.000, 10.000 og 5.000 krónur. Mist Thorkilsdóttir sigur, at Alvi, hóast ungur, virkar sera búgvin í tónleikinum bæði tekniskt og at skilja tónleikin, sum hann spælir. Ein leikari sum Alvi Joensen kann náa langt við sínum tónleiki, um tað er tað hann vil, segði Mist Thorkilsdóttir, sum sat í dómarapanelinum til tónleikakappingina Stella Polaris, sum var hildin í Norðurlandahúsinum um vikuskiftið. Aril Slotte sigur at hann var ovfarin av kanningunum, tí ført hevur verið fram, at sildastovnurin er minkaður skjótt, og av tí sama er samlaða kvotan av sild lækkað seinastu árini. Fiskaren skrivaði herfyri, at fyrstu kanningarnar vístu, at stovnurin av Norðhavssild var átta milliónir tons, og tað var væl meir, enn fyrr mett. Aril Slotte vildi ikki gera viðmerkingar til tey tíðindini, men vísti á, at úrslitini av kanningunum verða almannakunngjørd um mánaðarskiftið. Skúladreingirnir vóru í ferð við eina próvtøku, tá teir vórðu tiknir. Talið av burturfluttum kann vera nógv størri enn fyribilsuppgerðin, sum sigur 89, stendur í fráboðanini. Brotsverkið hendi í Wau Shilluk økinum í Sudan, har túsundtals fólk eru flýdd frá húsi og heimi í sambandi við stríðið, sum herjar í landinum. Sambært Politiken siga vitni, at vápnaðir menn kringsettu økið og gingu so hús úr húsi. Dreingir yvir 12 ár vórðu tiknir við valdi. Ikki er greitt, hvør bólkur hevur framt illgerðina. Jonathan Veitch er umboð fyri Unicef í Suðursudan, og hann krevur, at dreingirnir verða leyslatnir í stundini. At vápnaðar deildir misbrúka børn og brúka tey sum soldatar, oyðileggur bæði samfelag og familjur, sigur hann. Amerikanski uttanríkisráðharrin, John Kerry hótti í dag við at herða um revsitiltøkini móti Russlandi, og hann segði, at tað, sum fer fram í Ukraina, ikki kann góðtakast. Russland heldur fram at taka land í Ukraina, segði John Kerry, sum var á vitjan í London hjá bretska uttanríkisráðharranum, Philip Hammond. Hetta skrivar BBC. Hendan støðan íkemur, samstundis sum tað skal eita seg, at partarnir royna at halda seg til friðaravtluna, sum júst er gjørd. Russisku átøkini kunnu rætt og slætt ikki góðtakast, so vit tosa um fleiri revsitiltøk , segði John Kerry seinnapartin. Russland tvíheldur hinvegin um, at landið ikki veitir útbúnað og herfólk til pro russisku herdeildirnar, sum berjast móti stjórnarherinum í Ukraina. Listaportalurin skrivar, at endamálið hjá grunninum er at varðveita húsini hjá Williami og Lisu Heinesen og at miðla ritverkið og listarliga virksemið hjá Williami Heinesen, umframt at grunnurin átekur sær at keypa verk hjá honum, tá hesi eru í boði. Listaportalurin skrivar, at nevndin í grunninum umboðar eitt breitt mentanarligt samstarv, ið skal tryggja, at húsið verður rikið í rættari listarligari ond og í samsvari við altjóða museumslógina. Í nevndini fyri grunnin sita Zacharias Heinesen, Elisa Heinesen, Sif Gunnarsdóttir, Heðin Mortensen, Gunnar Hoydal, Bergur Rønne Moberg, Henrik Wivel og Jógvan Páll Lassen. Arbeiðsbólkurin er komin til ta niðurstøðu, at ljóðbókatænastan eigur at verða skipað sum serbókasavn undir Landsbókasavninum, har tænastan eigur at verða samskipað við eina e bókatænastu og eina tænastu, ið samskipar tøkniligu menningina á økinum. Tað er ein almenn uppgáva at tryggja, at eitt nøktandi útboð av ljóðbókum eru atkomuligar umvegis eina ljóðbókatænastu, og at føroyskar ljóðbøkur og e bøkur eru til taks umvegis eina nettænastu á landsins bókasøvnum. Tað er niðurstøðan í áliti, sum landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, í dag fekk handað frá arbeiðsbólki, ið hevur viðgjørt spurningar um, hvørjar tænastur landið skal veita, tá tað um ljóðbøkur og e bøkur ræður. Í arbeiðsbólkinum hava verið umboð fyri forlagið Ljóðbøkur, Landsbókasavnið, Býarbókasavnið, forlagið Sprotan, Nám, Sjóndepilin, Felagið fyri lesi og skriviveik og Mentamálaráðið. Kaj leo Holm Johannesen, løgmaður gjørdi av at taka bæði veiðuloyvið og fiskiloyvið frá Anitu fyribils, til dómur varð samgur í málinum. Anita misti loyvið at royna við gørnum frá 1. november í fjør. Eftir dómin, bað Løgmansskivstovan Vørn um at viðmerkja dómin, og at siga sína hugsan í málinum. Eftir at dómur er sagdur í Føroya rætti í málinum um Anitu, skal Vørn hervið viðmerkja, at stovnurin ikki metir, at dómurin í Føroya rætti gevur atlit til at endurskoða áheitanina frá Vørn tann 22. apríl 2014 um at taka veiðiloyvi frá Anitu. Vørn metir brotini framd av reiðarínum at verða tey grovastu, sum nakrantíð hava verið staðfest, so leingi fiskiveiðieftirlit hevur verið skipað á føroyska landgrunninum. Vørn metir, at brotini eru so grov, at bert ein endalig afturtøku stendur mát við framdu brot, og skal Vørn tí sum sermyndugleiki á økinum viðmæla Løgmansskrivstovuni at taka veiðiloyvi frá reiðarínum endaliga, sum heimilað í lógini um vinnuligan fiskiskap. Tann tilvild at Anita bert varð tikin einaferð, og tað at tað er lítið sannlíkt, at brotið við stóra garnatalinum hevur kunnað verið framt, áðrenn skipið varð umbygt, og at reiðaríið sostatt bert náddi at gera tveir túrar, áðrenn Vørn kannaði skipið, er ikki nakað sum Vørn metir at vera linnandi umstøður í málinum. Vørn metir, at tað er greitt frá umstøðunum í málinum, at reiðaríið hevði riggað seg til at dríva ein í høvuðsheitinum ólógligan fiskiskap við stórum vinningi fyri eygað, og at talan sostatt var um eina roynd at driva skipaðan ólógligan fiskiskap undir Føroyum í longri tíð. Dómsúrskurðurin í Føroya rætti styðjar hesum sjónarmiði. Tað serstaka við hesum brotunum er, at vanliga er brot á føroysku fiskivinnulóggávuna, nakað sum hendir, hóast fiskiskapurin annars er lógligur. Her er støðan beint øvugt, tí tann lógligi parturin av fiskiskapinum hevur verið nógv tann minni parturin og tann ólógligi størri. Hetta, samanhildið við tí sannroynd, at skipið varð umbygt, mannað og riggað til, til at kunna dríva ein í hovuðsheitinum ólógligan fiskiskap i síni heild, eigur at viðføra, at veiðiloyvið verður tikið aftur endaliga. Stendur í svarinum frá Vørn til Løgmansskrivstovuna. Í svarinum leggur Vørn við skjøl um líknandi hendingar í norsku fiskivinnuni. Løgmansskrivstovan arbeiðir í løtuni við at orða endaliga svarið til partafelagið Seta, sum eigur Anitu. Tá Løgmansskrivstovan hevur gjørt sína niðurstøðu, verður hon send reiðarínum til ummvælis, áðrenn Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, skal taka endaligu støðu til, hvussu verður við fiski og veiðuloyvinum hjá garnsakipinum, Anitu. Reiðaríið hevur lagt avgerðina hjá løgmanni fyri rættin, og rætturin verður biðin um at ógilda avgerðina hjá Kaj Leo Holm Johannesen, um at taka veiðu og fiskiloyvið frá skipinum. Nær tað málið kemur fyri í rættinum er ikki greitt. Grønland hevur ásett sær eina kvotu av makreli, sum er 100.000 tons í ár. Loyvt verður at fiska 85.000 tons av makreli í Eysturgrønlandi og 15.000 tons í Vesturgrønlandi. Í fjør høvdu grønlendsk skip bert loyvi at fiska makrel í Eysturgrønlandi, og tey fiskaðu 78.000 tons. Samstundis hevur landsstýrið gjørt av at hækka kvoturnar av toski og svartkalva í Grønlandi, væl uppum tað sum fiskifrøðingarnir mæla til. Samstundis er avgerð tikin um at hækka kvoturnar fyri svartkalva í Diskovíkini, við Umannak og við Upernavik. Í teimum trimum økjunum hava fiskifrøðingar mælt til at fiska í mesta lagi 20.000 tons av svartkalva, men landsstýrið hevur hækkað kvoturnar tilsamans upp í góð 28.000 tons. Anker Bergli, stjóri í fyritøkuni, sigur, líka síðai hann sá sera framkomna danska útgerð til aling av landi, hevur hann arbeitt við ætlanini, sum nú verður veruleiki. Seinastu árini hevur ránsveiða verið eftir styrju, og tí er stovnurin næstan horvin. Tí verður tað ein fyrimunur at ala á landi, sigur Anker Bergli. Ætlanin er ar virkið skal selja millum 200 og 300 tons av fiski um árið, og upp í 10 tons av kaviari. Hildið verður, at prísurin á kaviari er millum 60 og 90.000 krónur fyri kg. Polarfisk sigur donsku útgerðina vera sera framkomna, og hon er roynd í fleiri londum. Og tí fer felagið undir at ala styrju í Noreg. Havsbrún hevur higartil í ár tikið ímóti umleið 50.000 tonsum av uppsjóvarfiski, og tað er virkið nøgt við. Umleið ein fimtingur, ella 10.000 tons eru frá útlendskum skipum. Í fjør tók Havsbrún imóti sløkum 200.000 tonsum av fiski, so higartil hevur virkið tikið ímóti einum fjórðaparti av tí sum virkið fekk í fjør. Tað mesta av fiskinum sum Havsbrún tekur ímóti, fer til fóður, og virkið seldi í fjør 86.000 tons av alifóðri til føroysku alivinnuna. Tað hevur gingist væl, og virkið fær meginpartin av mjølinum, sum verður nýtt til alifóður, burturúr egnari rávøru. Tað hevur stóran týdning, ikki minst tá talan er um føroyska laksin, sum hevur gott orð á sær uttanlands. Odd Eliasen sigur, at virkið selur nakað av fóðri uttanlands, men virkið hevur lagt seg eftir at selja fóður til føroysku alivinnuna, so tað sum fer uttanlands er lítið av samlaðu søluni. Tað sær út sum at føroyska alivinnan hevur komin í eina javna legu, og skuldi virkið bygt út, so hevði tað verið til útlendska marknaðinum, og tað er ikki ætlanin í løtuni, sigur Odd Eliasen. Virkið hevur stóra orku, tá talan er um at taka ímóti fiski. Var fiskur hvønn dag, so hevði virkið kunnað tikið ímóti 600.000 tonsum um árið, og í fjør fekk virkið bert ein triðing av tí. Sambært Rannvá Berg Í Heiðunum, miðspælari hjá TB, var talan um ein sera javnan dyst har SÍ vann fyrsta settið, men seinni vendi TB gongdini, og var hini trý settini. Neistin er nýtt oddalið í Hvonn deildini, eftir at tær fyrr í dag á heimavølli smurdu STÍF av 32 21 eftir hálvleiksstøðuna 16 9. Hóast dysturin var merktur av nógvum feilum frá báðum liðunum, so var ongantíð nakar ivi um, at Neistin var sterkara liðið, og hetta kom eisini tíðiliga til sjóndar á máltalvuni. Marjun Danberg úr Neistanum viðgekk eftir dystin, at tær gjørdi ov nógvar feilir í dystinum, men legði somuleiðis dent á, at nú er týdningarmikið, at stigini verða vunnin. Hvussu tey verða vunnin hevur minni at siga. Í Atlantic Airways kappingini vann Neistin 31 28 á STÍF í høllini á hálsi. Toppskjúttar hjá Neistanum vóru Andras Joensen við 7 málum og Tommy Fletcher við 6 málum. Fyri strandingarnar fekk Pætur Johansen 8 mál og Allan Norðberg fekk 6 mál. Formaðurin í felagnum, Eivind Kolden, sigur, at eftir at nýggja høllin varð bygd fyri nøkrum árum síðani, er hugskotið um eitt badmintonfelag spakuliga ment. Erik Engelbrecht Thomsen, formaður í Badmintonsambandi Føroya, fegnast um nýggja felagið, og er imponeraður av bæði umstøðunum og eldhuganum, sum finnast í felagnum. Seinnapartin í dag klokkan trý fer Karsten Hansen, landsstýrismaður, at seta hakan í fyri nýggja H bygninginum á Landssjúkrahúsinum. Tá nýggi bygningurin er liðugur, ætlandi í februar í 2019, er ætlanin, at ein stórur partur av virkseminum hjá Landssjúkrahúsinum oman fyri J.C. Svabosgøtu verður lagt niður. Løgtingið hevur játtað 489,3 milliónir krónur til at útbyggja Landssjúkrahúsið árini 2009 til 2019. Til H bygningin, sum nú verður farið undir, er játtanin 248 milliónir krónur Tá er ikki lagt upp fyri prísvøkstri. Prísvøksturin skal játtast, tá arbeiðstakarin er kendur. Lógin, sum skal loyva landsstýrismanninum í mentamálum at skipa yrkisskúlar og miðnámsskúlar í skúladeplar, er send til hoyringar. Studentaskúlin og HF skeiðið í Eysturoynni og deildin hjá Føroya Handilsskúla á Kambsdali verða løgd saman í ein skúladepil, ætlandi longu í vár. Enn er ikki avgjørt, um Tekniski Skúlin í Klaksvík verður við í deplinum í Eysturoynni, um hann heldur fram sum sjálvsognarstovnur, ella hann verður sjálvstøðugur depil. Fiskivinnuskúlin í Vestmanna er sjálvstøðugur skúli. Ikki er avgjørt enn, um Fiskivinnuskúlin fer at varðveita sína støðu, ella um hann verður partur av onkrum depli. Virðisgjaldið er 50 prosent av avgjaldsskylduga virðinum upp í 100.000 krónur, og 75 prosent av avgjaldsskylduga virðinum oman fyri 100.000 krónur Landskassin missir ikki nógv, hóast elbilar og vetnisbilar sleppa undan virðisgjaldinum, tí so fáir slíkar bilar verða keyptir í Føroyum. Landsstýrismaðurin sigur, at við lógaruppskotinum er ætlanin at staðfesta, at skrásetingargjaldið fyri bilar ikki skal vera nøkur forðing fyri, at fleiri elbilar og vetnisbilar verða keyptir í Føroyum. Í lógaruppskotinum verður eisini mælt til at strika virðisgjaldið fyri motorsúkklur. Mett verður, at landskassin fer at missa 300.000 krónur av tí um árið. Evnið hevur við sær, at skelin á eitt nú hummara og øðrum skeljadjórum, ikki fær rætta litin, og í ávísum førum kann tað hava við sær, at krabbadýr í økinum doyggja. Evnið verður nýtt til at bleikja hár, og av tí at laksalúsin stendur seg ímóti øðrum evnum, verður hydrogenperoksid nú í alsamt størri mun nýtt til at basa laksalús. Norski granskarin, Renee Katrin Bechmann, sigur, at tað er loyvt at nýta evnið, men tá nøgdin veksur so skjótt, so má ansast væl eftir, og neyðugt er at verja krabbadýrini, sum halda til í somu økjunum, sum aling er, sigur hon. Endamálið er, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, at fáa fólk, sum keypa luktilsi í øðrum londum, at fáa tey at keypa tað í føroyskum handlum, tá punktgjaldið verður strikað 1.juni í ár. Ein kanning, sum Gallup gjørdi fyri Fíggjarmálaráðið í 2006, segði, at minni enn fjórðingurin av teimum spurdu keypir luktilsi í Føroyum. Landskassin missir tríggjar milliónir krónur av broytingini, men Jørgen Niclasen væntar, at pengarnir koma aftur í meirvirðisgjaldi, tí meira verður keypt. Hann vísir á, at tá sjónvarpstól sluppu undan punktgjaldinum fyri tíggju árum síðani, fekk landskassin nakrar milliónir meira í meirvirðisgjaldi fyri sjónvarpstól Partafelagið Thor hevur álit á framtíðar oljuvinnuni, nú felagið hevur fingið sítt fyrsta av fýra frálandaskipum, sum felagið byggir í Turkalandi. Útlitini eru so mikið góð, at Thor kanska fer at byggja fýra líknandi skip aftrat á Besiktas skipasmiðjuni í Turkalandi, sigur Hans Andrias Kelduberg, stjóri í Thor. Jógvan Joensen er komin til Føroyar í morgun. Hetta tí at hann skal gera upptøkur í samband við X factor, men eisini tí at Jógvan saknar sera nógv son sín. Eg gangi við longsli, sigur Jógvan Joensen, sum hevur verið í Danmark í næstan tríggjar vikur. Um sonur mín einaferð fær dreymar, so ynski eg at hann kann síggj upp til pápa sín. Tað er ein av grundunum, at eg eri við í X factor, sigur Jógvan at enda í morgun. Hildið varð fram í nýggjum útvarpshúsi við Kvøldsetum í útvarpshøllini og eitt nú bandaðu sendingini Ruskredaksjónin. Her vóru tættir eisini fastir á skránni. Fleiri vóru um landsstýrið, sum varð skipað eftir løgtingsvalið í 1984, og aðrir um Hotelsmáttuna Hotel Føroyar, sum fór av knóiranum, Neytaskipið Ilse Clausen, sum ikki slapp at landi, og Bingodilluna, sum herjaði um allar Føroyar. Kringvarp Føroya hevur eftir tilmæli frá Brúkaraumboðnum avgjørt at taka beinleiðis lýsingarnar fyri vinningar burtur úr sendingini Orrustuni, sum er ein spurnakapping í sjónvarpinum, ætlað børnum millum 10 og 13 ár. Eftir at ivi tók seg upp, um tað var brot á góðan marknaðarføringarsið at hava lýsingar fyri vinningar inni í sendingini, spurdi Kringvarpið seg fyri hjá Brúkaraumboðnum. Í grundgevingini hjá Brúkaraumboðnum verður víst á lógina um kringvarp, har sagt verður, at greiður skilnaður skal vera millum programminnihald, kunngerð, lýsing og sponsorering. Víst verður eisini til lógina um marknaðarføring, sum hevur eina serliga grein, ið sigur, at marknaðarføring, sum vendir sær til børn og ung, skal taka atlit at nátúrliga góðtrúninum hjá børnum og ungum og teirra vantandi royndir og vantandi evni at meta um ymisk viðurskifti, sum hava við sær, at tey eru løtt at ávirka. Brúkaraumboðið vísir á, at tá lýsingar verða bornar fram, má ungi málbólkurin ikki vera í iva um, at talan er um eina sølufremjandi lýsing. Tað kann verða trupult hjá børnum og ungum at skyna á, um talan er um eina lýsing ella um programminnihald, sigur Brúkaraumboðið. Vísandi til kravið um skilnað millum programminnihald og lýsingar og til serligu verndina, sum marknaðarføringslógin veitir børnum, mælti Brúkaraumboðið Kringvarpinum at taka lýsingarnar úr sendingini, og um vinningar eru í sendingini, so upplýsa um teir á stuttan og óheftan hátt, har bert verður upplýst um slag og tildømis skap og ikki um veitarar og búmerki hjá teimum. Sambandsflokkurin verður ikki við til at leggja uppskot fyri tingið um fiskivinnunýskipanina, uttan at breið semja er um hana, tí hetta er ein so týðandi skipan fyri vinnuna og samfelagið. Tað er umráðandi fyri øll, sum hava nakað við Landssjúkrahúsið at gera, at tey kenna seg væl og ikki føla at tey eru komin á eitt stórt sjúkrahús, sigur Rosan Bosch, sum hevur fingið til uppgávu at pynta, og geva rúnunum stílsnið, so tað virkar meira heimligt. Góðan Morgun Føroyar hevur tosað við Rosan Bosch og Jan á Argjaboða Uttanríkistænastan á Løgmansskrivstovuni er farin undir tilgongdina at fáa tollin á niðursjóðaðum makreli í ES burtur. Ein formlig áheitan verður latin ES í næstum, tá faktuellar upplýsingar eru tøkar. Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, í svari til Hanus Samró, løgtingsmann, sum spurdi, um løgmaður ætlar at virka fyri, at tollurin, sum er 25 prosent, verður tikin av. Løgmaður sigur, at sambært handilssáttmálanum við ES verða slík mál viðgjørd í felagsnevndini, og næsti fundur í felagsnevndini verður í Havn 12. mai. Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at Ísland og Noreg, sum eru limir í EFTA, hava eisini avbjóðingar, tá ið ræður um niðursjóðaðan makrel. Tollurin á íslendskum vørum er tann sami sum á føroyskum, 25 prosent. Noreg fekk í 1995 tollfría kvotu fyri niðursjóðaðan makrel, sum er 130 tons, og tá loftið er rokkið, skulu norðmenn gjalda 25 prosent í tolli. Tað er eitt sjúkueyðkenni, tá serlæknin, Pero Sore, sigur upp fyri aðru ferð, sigur Fróði Joensen, næstformaður í Serlæknafelagnum. Verður endin, at giktalæknin fer, fer tað at ávirka atdráttarmegina hjá Føroyum sum heild, tá tað kemur til at fáa serlæknar til Føroya, heldur hann. 1 0 Súni Olsen 1 1 Róaldur Jakobsen 2 1 Hanus Jacobsen 2 2 Benjamin Heinesen 3 2 Sølvi Vatnhamar Misnýtt Árni Guldborg Nielsen 4 2 Finnur Justinussen 4 3 Høgni Eysturoy 5 3 Atli Gregersen Møguleikin fyri at fáa sclerosu, er ikki størri, ert tú føddur og uppvaksin í einum lítlum avbyrgdum samfelag, enn í einum størri samfelag. Í Føroyum eru møguleikarnir størri at fáa ávísar sjúkur, tí fólk, sum finna saman, ofta er í ætt við hvørt annað , sigur Stefanie Binzer, lækni á neurologisku deildini og phd lesandi á Syddansk Universitet. Hon hevur staðið á odda fyri kanningini, og hevur fingið vegleiðing frá Egon Stenager, sum er professari og leiðari á Sclerosuklinikkini í Suðurjútlandi. Stefanie Binzer fór undir kanningina, tí ymsar genetiskar samansetingar kunnu økja um vandan fyri at fáa sclerosu. Tí er tað áhugavert at kanna fólkasløg, sum mestsum øll eru í ætt við hvørt annað, sigur hon. Tað er áhugavert fyri føroyingar og onnur fólkasløg, tí tey nýtast ikki at stúra fyri at vera í einum vandabólki, sigur Stefanie Binzer. Ein partur av kanningini er at kanna genetisku samansetingarnar, og tað er Stefanie Binzer nú í ferð við at gera. Og tá tað arbeiðið er liðugt, verður tað eisini almannakunngjørt, skrivar danska Sclerosufelagið á heimasíðuni. Møguleikin fyri at fáa sclerosu, er ikki størri, ert tú føddur og uppvaksin í einum lítlum avbyrgdum samfelag, enn í einum størri samfelag. Í Føroyum eru møguleikarnir størri at fáa ávísar sjúkur, tí fólk, sum finna saman, ofta er í ætt við hvørt annað , sigur Stefanie Binzer, lækni á neurologisku deildini og phd lesandi á Syddansk Universitet. Hon hevur staðið á odda fyri kanningini, og hevur fingið vegleiðing frá Egon Stenager, sum er professari og leiðari á Sclerosuklinikkini í Suðurjútlandi. Stefanie Binzer fór undir kanningina, tí ymsar genetiskar samansetingar kunnu økja um vandan fyri at fáa sclerosu. Tí er tað áhugavert at kanna fólkasløg, sum mestsum øll eru í ætt við hvørt annað, sigur hon. Tað er áhugavert fyri føroyingar og onnur fólkasløg, tí tey nýtast ikki at stúra fyri at vera í einum vandabólki, sigur Stefanie Binzer. Ein partur av kanningini er at kanna genetisku samansetingarnar, og tað er Stefanie Binzer nú í ferð við at gera. Og tá tað arbeiðið er liðugt, verður tað eisini almannakunngjørt, skrivar danska Sclerosufelagið á heimasíðuni. Soleiðis ljóða nýggju kostráðini frá danska Heilsustýrinum, sum eru grundað í skjalfestari vitan um, hvønn kost pinkubørn og smábørn eiga at fáa fyri at vaksa, sum tey eiga. Ráðini eru, at pinkubørn alt tað fyrsta árið bara fáa móðurmjólk ella eftirgjørda móðurmjólk. Grundin er, at neytamjólk hevur tríggjar ferðir so nógv protein í sær, sammett við móðurmjólk, og ov lítið av jarni. Heilsustýrið sigur, at prógv eru fyri, at ov nógv protein tað fyrsta árið hevur týdning fyri, um fólk verða ov tjúkk seinni í lívinum. Onnur nýggj kostráð eru eisini fyri tey minstu. millum annað verður mælt frá, at børn undir trý ár fáa tunfisk, tí vandi er fyri, at tey fáa ov nógv kyksilvur, og at tað kann ávirka menningina av heilanum skeiva vegin. Og so eru eisini onnur ráð um, at pinkubørn kunnu fáa kost við gluten, áðrenn tey eru hálvt ára gomul. Í bussinum út á Norðasta Horn, hitta vit Rólant Joensen bussførara og Duritu Heinesen, sum er á veg út á Norðasta Horn at vitja systur sína. Hjalti Samuelsen eigur húsini, sum standa hægst av øllum sethúsum í Føroyum. Tey vóru samstundis hús nummar 1 í útstykkingini á Norðasta Horni. Konan Asta Thomsen og grannakonan Malan Houmann eru eisini glaðar fyri at búgva á Norðasta Horni. Kim Petersen og Ingi Ellingsgaard hava sitið leingi í nevndini í Eigarafelagnum á Norðasta Horni, og teir eru tíðindafróðir og minnast nógvar góðar søgur. Beinir Hansen og Janita Honnudóttir vóru í einum kærleiksrúsi, tá tey keyptu húsini á Norðasta Horni, og tí gjørdust tey nakrar hundrað túsund krónur dýrari enn tey ætlaðu. Tey hava ein ravn, ið roynir at tosa, og í kjallaranum hevur Beinir nógvar gamlar og forkunnugar lutir. Ungdómskaf er tríggjar ferðir um vikuna í Býlingshúsinum. Sasho Bjartsson, ið er vaksin upp á Norðasta Horni, stílar fyri saman við øðrum. Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur tikið stig til, at bilasølur, bilverkstøð, eykalutaumboð og onnur kunnu fáa upplýsingar um skrokknummar á bilinum, við at upplýsa skrásetingarnummar, og á tann hátt fáa atgongd til teknisku viðurskiftini í bilinum. Hann spurdi, hví tað ikki ber til í Føroyum, eins og í grannalondunum, at fáa allar upplýsingar á netinum um eitt akfør, við at upplýsa skrásetingarnummarið. Johan Dahl sigur, at tað er einki, sum forðar fyri at fáa upplýst skrokknummar á bilinum, við at upplýsa skrásetingarnummarið, sum bilurin hevur. Línuskipini áttu góð 2.000 tons av toski á Flemish Cap, og tey hava nú fiskað sína kvotu. Fýra línuskip hava verið á Flemish Cap. Váðasteinur ísar fiskin umborð, og hevur verið einaferð í Føroyum og avreitt 250.000 pund. Váðasteinur er á veg heim aftur, og skal landa hósmorgunin. Teir hava um 220.000 pund hendan túrin. Fyrra túrin seldi Váðasteinur fyri 1,8 milliónir krónur Hini trý línuskipini, Klakkur, Eivind og Kambur, eru eisini á veg heim. Tey avhøvda og frysta fiskin umborð. Øll skipini landaðu fyrra túrin í St.Pierre í Nýfundlandi. Tey hava nú fiskað kvotuna lidna, og eru á veg heim. Fiskiskapurin hjá línuskipunum var sera góður. Tey royndu bert við einum parti av línuni, men tey fingu upp í 40.000 60.000 pund upp á setuna. Vesturleiki, Brestir og Sjagaklettur, sum frysta fiskin umborð, vóru fyrstir yvir á Flemish Cap, og teir fingu væl av fiski frá fyrsta degi. Tríggir aðrir trolarar, Føniks, Heykur og Falkur, sum ísa fiskin umborð, vóru nakað seinni yvir á Flemish Cap, men teir hava fiskað í nakrar dagar. Bárður Nielsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, ætlar sær ikki at atkvøða fyri tílíkum uppskoti, um tað ikki byggir á breiða semju. Á portal.fo í dag, finst løgmaður at Bárði Nielsen fyri at úttala seg um fiskivinnunýskipanina. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, sigur Tingbólkurin hjá Sambandsflokkinum bleiv samdur um á síðsta fundi, at tað einans er formaðurin í flokkinum, ið úttalar seg um arbeiði við fiskivinnunýskipanini. Talan er um trupular samráðingar, og um hvør einstakur tinglimur fer at úttala seg um málið, so verður tað ikki lætt at finna eina semju. Veljarafelagið Samhald hjá Sambandsflokkinum í Eysturoy hevur aðalfund í Mentanarhúsinum í Fuglafirði í kvøld. Seinni verður almennur fundur um fiskivinnuna og avleiddar vinnur frá fiskivinnuni. Maria Skaalum Petersen hevur fingið hálvaaðru miljión krónur frá Det frie Forskningsr d í Danmark til granskingarverkætlan um Alzheimers sjúku í Føroyum. Maria Skaalum Petersen hevur gjørt kanningar til phd verkætlan sína innan Parkinson sjúkuna, og tær kanningarnar fara at halda fram við síðuna av granskingar verkætlanini um Alzheimer sjúkuna. Bretski Eddie Redmayne fekk Oscar heiðurin fyri besta mannliga høvuðsleiklut sum alisfrøðingurin Stephen Hawkins í filminum The Theory of Everything . Sendingin er framhald av satirisku heimasíðuni Føroyaportal, sum síðan septembur 2012 hevur varpað ljós á aktuell viðurskifti frá einum øðrvísi sjónarhorni. Meðan tú bíðar eftir fríggjakvøldinum, fært tú her nýggjasta innslagið á Facebook síðuni hjá Føroyaportalinum, har tú eisini kanst stytta tær bíðitíðina til fríggjakvøldið. Bakkafrost hevði 899 milliónir krónur í yvirskoti fyri skatt. Felagið skal rinda 252 milliónir í skatti, og tí er úrslitið fyri 2014 647 milliónir krónur eftir skatt. Í fráboðan til keypsskálan í morgun fegnast leiðslan á Bakkafrost um góðu gongdina. Allar deildirnar í samtakinum sum røkkur frá fóðurframleiðslu til sølu høvdu góð úrslit at vísa á í fjør. Bakkafrost seldi 44.013 tons av laksi í fjør. Tað eru smá 3000 tons meira enn árið fyri, men tó eitt sindur minni enn felagið sjálvt roknaði við. Sambært íløguætlan felagsins verða íløgur gjørdar fyri útvið 1,5 milliard krónur, tíðarskeiðið 2013 til 2017. Í ár roknar felagið við at gera íløgur fyri 550 milliónir krónur. Størstu íløgurnar eru í nýggja brunnbátin, sum kemur í summar í nýggja virkið á Glyvrum og í nýggja smoltstøð á Viðareiði. Samstundis sum stórar íløgur verða gjørdar, er samlaða nettoskuldin hjá Bakkafrost síðsta árið minkað úr 678 milliónum niður í 233 milliónir krónur. Á aðalfundinum í Bakkafrost, sum verður 11. apríl, fer nevndin at skjóta upp at gjalda partaeigarunum seks krónur í vinningsbýti fyri hvørt partabrævið. Tað merkir, at felagið fer at gjalda 293 milliónir í vinningsbýti. Hann er ein trash drag og ikki ein dragqueen. Í frítíðini er hann Dennis Agerblad, og tá hann er leiðari sum heimasíðusniðgevi hjá TDC, Telmore og Yousee er hann Robin Ova Tolfson. Hann hevur saman við Dennis Agerblads band verið við í Danmark hevur talent. Farna leygarkvøld eydnaðist tað honum ikki at koma víðari frá fyrru hálvfinaluni. Tú kanst síggja framførsluna hjá Dennis Agerblads band í hálvfinaluni her. Fíggjarnevndin hevur havt uppskotið nú í góðar tríggjar mánaðir, men sambært formanninum í nevndini, Bárði á Steig Nielsen, verður álit skrivað nú. Kristina Háfoss sigur, at almenn starvsfólk eiga, uttan at stúra fyri avleiðingum, at kunna boða frá møguligum óreglusemi ella lógarbrotum hjá tað almenna. Rættindini hjá teimum, sum varskógva, eiga at verða tryggjað í lóg. Og tað er hendan lógin, sum Tjóðveldi vil hava landsstýrið at gera í samráði við kommunurnar. Vinnumálaráðið vil hava løgtingið at broyta lógina um frítíð við løn, so tey, sum arbeiða í flogførum, fáa rætt til at hava summarfrí millum 2.mai og 30.september frá 2016 at rokna. Tey, sum búgva og hava arbeiðsstøð í Danmark, hava rætt til frítíð eftir donsku frítíðarlógini og kunnu tí halda summarfrí um summarið. Tey, sum arbeiða á sjónum, eru ikki við í uppskotinum hjá Vinnumálaráðnum. Tey vera framvegis undantikin regluni um rætt til at hava summarfrí um summarið. Løgmansskrivstovan samskipaði arbeiðið at skriva frágreiðingina og fyrireika seg til hoyringina í dag í samstarvi við Vinnumálaráðið, Almannamálaráðið, Heilsumálaráðið, Mentamálaráðið og danskar myndugleikar. Fólk frá Løgmansskrivstovuni og Vinnumálaráðnum eru farin til Geneve at svara spurningum frá ST um kvinnurættindi í Føroyum í hoyringini í dag. Áhugafelagsskapir kunnu eisini lata ST sínar egnu frágreiðingar, skuggafrágreiðingar nevndar, og felagsskapirnir kunnu vera við til hoyringarnar hjá ST. Freistin er tó ikki so knívskorin, at ikki ber til at koma við fleiri málum eftir tann 6.mars. Men tá krevst, at minst 17 tingfólk skriva undir, at málið kann leggjast fram. Tá landsstýrið er liðugt við lógaruppskotini, sum skulu latast Løgtingsskrivstovuni fríggjadagin, fer landsstýrið undir játtanarkarmin fyri árini 2016 til 2020. Í játtanarkarminum verður ætlaða gongdin í landshúsarhaldinum næstu fimm árini lýst, og landsstýrið hevur uppskot um, hvussu pengarnir skulu býtast millum aðalráðini og hvussu nógv skal brúkast til eitt nú heilsumál, samferðslu og mentamál. Stórur partur av tilfeingisrentuni í fiskivinnuni verður oyðslaður burtur, tí stovnsrøktin er ikki burðardygg, og tí at tilfeingisrentan, sum sambært lógini er ogn hjá føroyska fólkinum, verður latin reiðaríum og reiðarum, eisini teimum, sum fara úr vinnuni. Hetta er ein høvuðsniðurstøðan í frágreiðing um føroysku fiskivinnuna, sum Torbjørn Trondsen, doktari í fiskivinnuvísindum, hevur gjørt fyri Javnaðarflokkin á Fólkatingi. Norðurlandahúsið verður karmur um hátíðarhaldið 8. mars við einari framsýning við lutum sum kvinnur hava lænt húsinum. Hesir lutir skulu siga nakað um teirra kvinnulív Tað segði Annfinn Olsen, formaður í Føroya Reiðarafelag, á fundi um fiskivinnuna, sum valfelagið hjá Sambandsflokkinum í Eysturoynni, Samhald, skipaði fyri í Mentanarhúsinum í Fuglafirði í gjárkvøldið. Formaðurin í Reiðarafelagnum legði dent á, at útlendski kapitalurin í føroysku fiskivinnuni er minni enn tann triðingin, sum lógin um vinnuligan fiskiskap loyvir. Annfinn Olsen er sjálvur reiðari, og á fundinum legði hann doyðin á, at í hansara fyritøku eiga íslendingar ikki meira enn ein fjórðing. Ting.fo skrivar, at eisini reiðarin í Klaksvík, Hanus Hansen, greiddi fundarfólkinum frá, at útlendski parturin í sínum feløgum eisini heldur seg til loyvda hámarkið, sum er ein triðingur. Eg haldi, at tað er nógv fyri, og eg føli tað óbehagiligt alla tíðina og seinast nú av einum løgtingsmanni at verða lagdur undir at bróta lógina um útlendskan kapital í vinnuni, segði Hanus Hansen. Hann sipaði til, at Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, sum á fundinum beinleiðis spurdi, um søgurnar um útlendskan ræðisrætt eru sannar. Ting.fo skrivar, at tingmaðurin umbar, at hann hevði sett spurningarnar, men metti teir neyðugar fyri at fáa beinleiðis svar, um útlendingar eiga ov stóran part í reiðaravirkseminum. Hvussu kunnu vit sum serfrøðingar í diabetes vísa hávirðing og tilknýti til Novo Nordisk, og samstundis hóvliga upplýsa samfelagið um viðurskifti, sum kunnu stríða ímóti botnlinjuni í forrætningini Novo Nordisk Soleiðis spyr serlæknin og diabetesgranskarin í meira enn 25 ár, Allan Vaag, professari, í kronikk í Politiken, har hann hvassliga finst at danska risanum Novo Nordisk fyri at trýsta granskingina tann vegin, sum Novo Nordisk hevur áhugamál í, og diabeteslæknar fyri at liggja undir fyri áhugamálunum hjá Novo Nordisk. Insulinframleiðsla og søla til fólk við diabetes 2 er mest lønandi forrætningin í Danmark í hesum árum, sigur pofessarin, sum takkar Novo Nordisk fyri at hava verið við til at skapt grundalag fyri, at fólk við hesi sjúku hava góðar møguleikar fyri viðgerð. Men hann sigur, at diabetslæknar sum heild eru alt ov tætt knýttir at fíggjarligum seráhugamálum hjá risastóru fyritøkuni. Vit gráta, tá USA vendir tummilin niður viðvíkjandi nýggja insulininum hjá Novo, og vit smílast, tá USA góðkennir nýggja fiti heilivágin. Hetja okkara er Lars Rebien Sørensen, stjóri í Novo Nordisk, og vit fegnast stórliga, tá hann sum ein onnur rokkstjørna sigur You ain t seen nothing yet , skrivar atfinningarsami professarin og leggur afturat Aðrar útsagnir sum Eg óttist ikki fyri framtíðini hjá Novo Nordisk, men eg kann óttast Danmarkar framtíð , høvdu eisini stóra ávirkan á fyrrvernadi forsætisráðharran Lars Løkke Rasmussen. Allan Vaag ávarar um, at Novo Nordisk ikki má sleppa at trýsta almennu heilsuraðfestingarnar sín veg, og hann leggur dent á, at hóast Novo Nordisk hevur gjørt mun, so hvíla gyltu patentini hjá fyritøkuni í stóran mun á tí vitan, íverksetan og óheftu granskingini, sum hevur verið í Danmark eina heila øld ella meira. Vit eru ikki stýrdir av Novo Nordisk. Eitt av tí mest brúkta insulininum er Lantus sum Sanofi, kappingarneytin, framleiðir . So Novo hevur jú ikki fingið danskar læknar at brúka sín heilivág, tí vísindini vísa ikki, at hann virkar betur, sigur Filip Krag Knop, yvirlækni og leiðari á Center for Diabetesforskning á Gentofte Hospitali, við Politiken, og heldur fram Hóast vit fáa sølulýsingar frá Novo og hava eitt gott granskingarsamstarv við fyritøkuna, so stýra tey also ikki, hvussu vit viðgera danskar diabetessjúklingar, sigur hann. Kristine Stochholm, sum er næstforkvinna í Dansk Endokrinologisk Selskab, sigur somuleiðis við Politiken, at tey ikki kenna seg kroyst at meina ella siga nakað, tí ídnaðurin vil hava tað. Men hon viðurkennir, at tað altíð er ein trupulleiki, tá granskiingarpengar eru bundnir til ein ídnað . Samráðingarnar millum Reiðarafelagið og Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið og Maskinmeistarafelagið eru komnar longri enn samráðingarnar millum Skipara og navigatørfelagið og Reiðarafelagið. Tað var ikki fyrr enn í gjár, at Skipara og navigatørfelagið og Reiðarafelagið viðmerktu krøvini hvørt hjá øðrum. Og feløgini hittast aftur hósdagin. Yvirmannafeløgini og Reiðarafelagið longdu sáttmálarnar til 1.mars, og Fiskimannafelagið góðtók, at samráðingarnar vórðu útsettar, meðan Reiðarafelagið var bundið av samráðingum við onnur lond um fiskirættindi. Í januar var árstíðarjavnaða arbeiðsloysið 896 fólk, nøkur fá fleiri enn í desember og november í fjør, men 234 færri enn í januar í fjør. Tá arbeiðsloysið ikki er árstíðarjavnað, vóru 962 fólk arbeiðsleys í januar, ella 3,5 prosent. Tað eru 55 fleiri enn í desember í fjør. Hon er doktari í sálarfrøði, rithøvundur og sólarmyrkureltari. Soleiðis stendur at lesa um Kate Russo, sum er í Føroyum í hesum døgum, fyri at siga fólki tað, tey vilja vita um sólarmyrking. Hon hevur eitt nú hildið fyrilestrar fyri skúlum um sólarmyrking, og eisini hevur hon fingið hagtøl um veðrið, so hon innan stutta tíð kann siga hvar fragast er at síggja sólarmyrkingina, sum verður 20. mars. Fiskimálaráðið hevur fingið tveir mánaðir afturat at svara partafelagnum Lírabergi, nú sakarmálið millum partarnar er farið í Landsrættin. Partafelagið Líraberg vil hava Landsrættin at taka støðu til, um landsstýrismaðurin hevur heimild at býta makrelin soleiðis, sum hann ger, og at Føroya rættur ikki tók støðu til henda týdningarmikla spurningin í sínum úrskurði, sum fríkendi Fiskimálaráðið. Partafelagið Líraberg stevndi Fiskimálaráðnum millum annað við kravi um, at Fiskimálaráðið skuldi viðurkenna, at tað var skeivt ikki at geva Samtakinum Sjófelli makrelkvotu í 2012. Samtakið søkti um 15 prosent av kvotuni, ella 22.500 tons. Føroya rættur fríkendi Fiskimálaráðið, og helt tað ikki vera neyðugt at taka støðu til heimildina hjá Fiskimálaráðnum at býta makrelin í 2012. Og nú málið er kært til landsrættin, er tað júst spurningurin um heimildina hjá landsstýrismanninum at býta makrelin, sum felagið Líraberg vil hava rættin at viga. Síðani Faroe Seafood fór á húsagang í desember í 2010, hava arbeiðarafeløgini í Havn arbeitt við at fáa fiskaarbeiði aftur á virkinum hjá Bacalao á vestaru bryggju í Havn. Tá virkið læt aftur, hvurvu 100 tímalønt arbeiðspláss í høvuðstaðnum. Eingin vil vátta tíðindini, men sum útvarpið skilir, hevur danska fyritøkan Espersen á Bornholm áhuga fyri at byrja virksemi í hølunum hjá Bacalao. Fyrst í apríl í 2011 keypti Tórshavnar kommuna bygningin á vestaru bryggju fyri 9.5 milliónir krónur Samstundis keyptu Havnar Arbeiðsmannafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag maskinurnar á virkinum fyri umleið 4 milliónir krónur, sum var helvtina minni enn metta virðið. Líka síðani hevur verið arbeitt við at fáa virksemi aftur á Bacalo, men tað hevur ikki borið til, tí eingin vildi seta pengar í virkið, og heldur ikki bar til at fáa fígging til at byrja virksemið aftur. Í januar í 2012 byrjaði partafelagið Barðið at taka ímóti fiski á Bacalao, og tað skuldi vera fyrsta stigið til at fara undir størri virksemi á Bacalao. Og nú er so líkt til, at fiskaarbeiði verður aftur á Bacalao. Arbeiðarafeløgini hava gjørt avtalu við fyritøkuna Espersen á Bornholm, sum ætlar at keypa maskinurnar, sum feløgini keyptu frá búnum eftir Faroe Seafood. Og Espersen skal leiga hølini á Bacalao frá Tórshavnar kommunu. Nær fiskaarbeiði byrjar aftur, er ikki endaliga greitt, og eingin fæst at geva eitt boð uppá tað. Fyrst skulu hølini umvælast. Síðani verður farið til verka, og tað verður einaferð seinni í ár Fyritøkan Espersen hevur virkir í fleiri londum, og sum skilst, so ætlar fyritøkan at keypa upsa í Føroyum,og at virka ymsar vørur burtur úr frystum fiski. Hóast Egon Hansen hevur búð alt sítt vaksna lív í Havn, hevur hann altíð vitjað nógv í Nólsoy, og vit hava verið ein túr við honum á vitjan í tilhaldinum, sum altso heldur til í húsunum, sum foreldrini hjá Egon Hansen bygdu. Tað er bara fyri at pynta upp á roknistykkið, tá landsstýrismaðurin í fíggjarmálum setur út í kortið, at tað skulu sparast nógvar milliónir á heilsuøkinum. Hann sigur, at løgtingið hevur samtykt at spara 22 milliónir krónur í heilsuverkinum, men tað verður av ongum, tá avtornar, sigur Jenis av Rana, sum kortini viðgongur, at Landssjúkrahúsið hevur færri pengar at arbeiða við. Er tað ov seint at fara á skíðferð nú, var ein spurningur frá einum lurtara til tey bæði Rúna Joensen og Steinvør Fonn sum fingu nógvar spurningar frá lurtarunum Hvørki Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, ella Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, hava fingið nakra innbjóðing frá samgonguni, søgdu teir fyri løtu síðani. Tað var annars fríggjadagin, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, bríkslaði til seinasta umfar í drúgvu tilgongdini at fáa eina nýskipan av fiskivinnuni. Eg havi ætlan um, at lógaruppskotið skal verða liðugt og sent til hoyringar um einar 14 dagar, segði Jacob Vestergaard fríggjadagin, og legði afturat, at Fiskimálaráðið longu er farið undir at orða uppskotið. Men í gjár varð hendan deadline vrakað av Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni. Hann segði við útvarpið í gjárskvøldið, at andstøðan skal hava ein fair møguleika at koma til veruligar samráðingar, og at 14 dagar frá seinasta fríggjadegi er ov tepur freist. Løgmaður legði afturat, at hann vil hava breiða semju um nýskipanina, og at tað merkir, at í øllum førum annar av stóru andstøðuflokkunum altso annaðhvørt Javnaðarflokkurin ella Tjóðveldi skulu vera við, umframt teir smáu flokkarnir. Bakkafrost hevur staðið seg væl, síðani alifyritøkan kom á keypsskálan í Oslo. Tí eru vónirnar altíð stórar, tá Bakkafrost leggur fram síni úrslit. Men hóast onkur hevði hug at vísa á, at fyritøkan ikki megnaði at ala tað, sum hon setti sær fyri í 2014, so er móttøkan eisini hesaferð sera góð. Johan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari á Strandfaraskipum Landsins, sigur, at kanningin verður gjørd fyri at reinsa botnin fyri gróður, so skipini kunnu rekast meira effektivt og harvið spara olju. Kanningarnar taka ikki langa tíð. Ferðaætlanin hjá Smyrli verður óbroytt, men ferðaætlanin hjá Teistanum verður nakað broytt hósdagin. Í greinini verður greitt frá, hvussu karnitin virðini falla í vødda, blóði og landi hjá sjúklingum við ringum slagi av CTD, tá dagliga karnitin ískoyti verður steðgað. Kanningin vísti, at fría karnitinið í blóði fellur niður í helvt longu 5 9 tímar aftaná seinastu inntøku av karnitintablettum. Tískil er umráðandi hjá sjúklingunum at taka karnitin regluliga í minsta lagi tríggjar ferðir um dagin. Eisini varð staðfest, at innihaldið av karnitini í vøddunum er sera lítið hjá sjúklingunum, hóast teir taka stórar nøgdir av karnitini dagliga. Sambært upplýsingum frá donsku skattamyndugleikunum hava hesi fólkini í 2012 og 2013 fingið eftirløn útgoldnað í Danmark, sum tey ikki hava goldið skatt av í Føroyum. Í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark skal eftirløn skattast í landinum, har ein er býr, og tí skulu fólk, sum búgva her, men fáa eftirløn úr Danmark, rinda skatt til Taks. Av tí at talan er um eftirlønarinntøkur, roknar Taks við, at hesi fólkini eisini hava havt inntøkurnar í 2014. Tískil fáa hesi somu 300 eitt bræv við áheitan um at lata sjálvuppgávu inn fyri 2014. Grundin til, at TAKS hevur fingið hópupplýsingar frá donsku skattamyndguleikunum, er ein norðurlendsk verkætlan, har norðurlendsku skattamyndugleikarnir arbeiða fram ímóti at veita hvør øðrum lættari atgongd til neyðugar skattaupplýsingar. Men Annika Olsen, landsstýriskvinna, vónar kortini, at til ber at leggja pensjónsuppskotini fram í vár við undirskriftunum hjá 17 tingfólkum. Bólkurin hevur fingið framrokningar og onnur tøl frá serfrøðingum og stovnum, tøl, sum millum annað siga, hvussu nógvir fólkapensjónistar verða í Føroyum í framtíðini. Annika Olsen ásannar, at um ikki ber til at fáa pensjónsmálið í løgtingið, áðrenn tingið fer til hús í vár, eru útlitini fyri, at málið kemur í hesum valskeiðinumi ikki so góð. Leiðslan í Kringvarpi Føroya hevur í longri tíð fingið klagur um viðferð av bæði starvfólkum í Kringvarpinum og øðrum, sum brúka henda bólkin. Fjølmiðlanevndin sigur millum annað, at um hugt verður eftir orsøkini til kæruna, er tað uttan iva óheppið, at persónur, sum luttekur í sending o.a hjá KVF, verður viðgjørdur í facebookbólkinum á tann hátt, sum gjørt verður í hesum máli. Í eini komandi fiskivinnunýskipan fer tað at verða treyt fyri at fáa fiskiloyvi, at ALT verður ført til lands, sigur Reimund Langgaard. Landsstýrismaðurin í Fiskivinnumálum segði annars fríggjadagin, at hann miðar ímóti at senda uppskot um fiskivinnunýskipan til hoyringar um 14 dagar. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í Fiskivinnumálum, sigur í dag, at um tað tænir nøkrum endamáli, og um neyðugt er við betri tíð, so hevur hann einki ímóti at bíða við at senda lógaruppskot um fiskivinnunýskipan til hoyringar. Sambandsflokkurin vil fegin hava Javnaðarflokkin í andstøðuni ella í øllum førum annan av stóru andstøðuflokkunum, við í semjuna um fiskivinnunýskipan. Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, var gestur í sjónvarpsstovuni, um treytirnar hjá flokkinum fyri at verða við í semjuni um fiskivinnunýskipan. Andstøðan skal hava møguleika at vera við í nýskipan av fiskivinnuni, og tí verður EINKI uppskot sent til hoyringar um fiskivinnunýskipan um 14 dagar. Tað sigur løgmaður. Tí tað nyttar ikki at senda nakað til hoyringar, sum vit ikki eru samd um, sigur løgmaður. Landsstýrismaðurin í Fiskivinnumálum segði annars fríggjadagin, at hann miðar ímóti at senda uppskot um fiskivinnunýskipan til hoyringar um 14 dagar. Í seinasta lagi 5.mai skulu tey, sum halda seg eiga pengar til góðar hjá feløgunum hjá Copenhagen Infrastructure Partners í Føroyum, at boða bústjóranum frá. Bæði partafeløgini, sum Copenhagen Infrastucture Partners og Lív stovnaðu í Føroyum á sumri 2013, tí feløgini væntaðu at sleppa at gera Eysturoyartunnilin, fóru í sjálvbodna likvidasjón tann 27.januar, og Skrásetingin kunngjørdi avgerðina tann 6.februar. Ingi Højgaard, advokatur, var stjóri í partafeløgunum Eysturoyartunnilin og Faroese Infrastructure Holding, og hann er eisini bústjóri, nú bæði feløgini verða tikin av. Sambært roknskapinum hjá P f Eysturoyartunlinum frá 2013, roknskapurin fyri 2014 er ikki kunngjørdur enn, hevði felagið tvær milliónir og 243.000 krónur í halli í 2013. Skuldin hjá felagnum var 185.000 krónur Hjá P f Faroese Infrastructure Holding eru tølini næstan tey somu, úrslitið í 2013 var tvær milliónir og 268.000 krónur í halli. Partapeningurin var eisini fimm milliónir, men hetta felagið hevur onga skuld. Ta einu ferðina bað eg Gud um, at nú mátti sonurin antin yvirliva ella doyggja, tí eg orkaði ikki meir at liva undir tí trýstinum, har eg ikki visti, hvønn veg tað bar. Soleiðis sigur 51 ára gamla Sunniva B. Simonsen av Viðareiði. Í august mánaði 2011 small sonurin, Emil, brádliga um, eftir at hann hevði verið á Summarfestivalinum í Klaksvík saman við vinfólki. Hildið varð, at Emil hevði fingið ein blóðtøpp í heilan, men orsøkin til blóðtøppin var ógreið. Eitt nú bleiv tosað um, hvørt tann tá 18 ára gamli Emil hevði tikið okkurt rúsevni ella ikki. Emil bleiv sendur til Danmarkar til kanningar og fyri at fáa viðgerðarhjálp, og ikki fyrr enn fyri hálvumøðrum ári síðani kundi Emil flyta heimaftur til Føroya at búgva. Einki er soleiðis, sum tað var fyrr, men eg haldi, at vit spakuliga hava fingið ein vanligan gerandisdag upp at koyra aftur, sigur Sunniva B. Simonsen. Í Vegamótinum fortelur Sunniva B. Simonsen um truplasta tíðarskeiðið í lívinum, og hvussu hon, sonurin Emil, og hini í familjuni hava roynt at fóta sær aftur. Felagið ivast ikki í, at førleikar eru í vinnuni, og tí eigur vinnan at veita sítt íkast til at gera tað almenna effektivari og betri, sigur felagið. KT felagið tekur ikki beinleiðis støðu til, um Gjaldstovan hevur brotið almenna setanarpolitikkin. Men felagið sigur kortini, at ítøkiliga útboðið á keypsportalinum ber brá av eini starvssetan heldur enn eini veiting av tænastu. Gjaldstovan hevur á almenna keypsportalinum boðið út eitt tíðaravmarkað verkætlanarstarv. Gjaldstovan skal brúka fólk til at gera eina nýggja strategi um, hvussu tænastur hjá tí almenna skulu talgildast. Tann, sum settur verður, skal hava neyðugar førleikar, útbúgving og royndir. Men dentur verður eisini lagdur á, at tann sum kann gera arbeiði fyri lægstu lønina, fær starvið. Kristina Háfoss, tingkvinna fyri Tjóðveldi, heldur, at hetta er brot á almenna setnarapolitikkin. Hon hevur tí sett Jørgeni Niclasen, landsstýrismanninum í fíggjarmálum, ein grein 52 fyrispurning. Freistin hjá landsstýrismanninum at svara spurninginum er í dag. Stjórin á Gjaldstovuni, Leif Abrahamsen, hevur víst aftur, at talan er um starvssetan, tí talan er um at útveita eina tænastu. Og tað er ikki tað sama, sigur Leif Abrahamsen. Tað er Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sum hevur stevnt Dia Midjord, stjóra í Kringvarpinum, Liljuni Weihe, leiðara fyri Aktuelt deildini í Kringvarpinum, Jan Lamhauge, journalisti í Kringvarpinum, og Sveini Tróndarsyni, fyrrverandi redaktøri á portal.fo, fyri ærumeiðing. Tað vísir úrslit av ph.d ritgerð, sum Gro Gade Haanes, adjunktur á sjúkrarøktarfrøðideildini á Fróðskaparsetrinum, hevur gjørt, og sum Fróðskaparsetrið endurgevur á heimasíðuni. Tá ið sjónin og hoyrnin eru ávirkað, eru avleiðingarnar ofta, at ein verður avbyrgdur, kennir angist og verður hugtungur, staðfestir ritgerðin. Størri vandi er eisini fyri, at eldri fólk eru fyri óhappi og fáa skaða, tí tey kunnu koma illa fyri í gerandisdegnum, tá sjónin ella hoyrnin eru vánalig. Sambært ritgerðini eru ljósviðurskifti avgerandi fyri tey eldru, sum hava vánaliga sjón. Tí ræður um at laga hesi viðurskifti til tørvin hjá tí sjónveika. Botnsýnið, sum skuldi gerast á strandfaraskipinum Teistanum í morgin, er útsett eina viku, og verður í staðin hósdagin tann 5. mars. Jóhan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari á Strandfaraskipum Landsins, segði við útvarpið í gjár, at kanningarnar verða gjørdar fyri at reinsa botnin fyri gróður, so skipini kunnu drívast meira effektivt og harvið spara olju. Í dag hevur Christian Nagata keypt Sendistovuna, sum var dóttirfelag hjá Nema, burtur úr samtakinum. Samstundis fer hann frá sum stjóri í Nema samtakinum, men heldur tó fram sum stjóri á Prentmiðstøðini, sum Nema eisini eigur. Nema er heildarveitari innan kt, skrivstovulutir og innbúgv. Í Nema, sum hevur deildir í Tórshavn og í Klaksvík, starvast 70 fólk. Sambært formanninum í Krabbameinsfelagnum, Jákupi N. Olsen, kann tað vera ein fyrimunur at hava eina skipan við konsulentum, heldur enn ein serlækna í føstum starvi. Men best hevði verið, um ein serlækni var settur hálva tíð, so viðkomandi eisini var tengdur at sjúkrahúsi uttanlands, sigur Jákup N. Olsen. Veðursendingin hjá Danmarks Radio fer at senda tríggjar sendingar úr Føroyum í mars, í sambandi við sólarmyrkingina tann 20. mars. Sendingin, sum eitur Vores vejr , verður send á DR1 mánakvøld til hóskvøld, og sendingarnar úr Føroyum verða tann 18., 19. og 20. mars. Umframt at snúgva seg um sjálva sólarmyrkingina og veðrið í Føroyum, fara sendingarnar eisini at snúgva seg um mentanina her á landi. Endamálið við grunninum er at varðveita húsini hjá Williami og Lisu Heinesen og at miðla ritverkið og listarliga virksemið hjá Williami Heinesen, umframt at grunnurin átekur sær at keypa verk hjá honum, tá hesi eru í boði. Tað hevur í longri tíð verið eitt ynski frá okkara partaeigarum um at selja partabrøvini í Danske Bank, sigur Michael Pram Rasmussen, nevndarformaður í A.P. Møller Mærsk. A.P. Møller Mærsk hevur síðani 1928 átt stóran part av partabrøvunum í Danske Bank. Felagið hevur átt 15 prosent av samlaða kapitalinum í bankanum Hoyringin gekk væl, og ST spurdi serliga um tær ásetingarnar í kvinnurættindasáttmálanum, sum Føroyar ikki lúka heilt, sigur Jóhan Pauli Helgason, fulltrúi í Vinnumálaráðnum. Ein bólkur við umboðum fyri Gjaldstovuna, Vinnumálaráðið og kommunurnar fer nú at viðgera innkomnu umsóknirnar og ger síðani eina innstilling til stýrisbólkin, sum tekur endaliga avgerð um, hvør skal fáa starvið. Í stýrisbólkinum sita Leif Abrahamsen, stjóri á Gjaldstovuni, Marjun Hanusardóttir, stjóri á Løgmansskrivstovuni, Bjørgfríð Ludvig, aðalstjóri í Vinnumálaráðnum, Bjarni Askam Bjarnason, aðalstjóri í Fíggjarmálaráðnum, Ólavur Ellefsen fyri Vinnuhúsið, og Eyðun Christiansen, skrivari í kommunufelagnum. Tann, sum settur verður, skal hava neyðugar førleikar, útbúgving og royndir. Men dentur verður eisini lagdur á, at tann, sum kann gera arbeiðið fyri lægstu lønina, fær starvið. Kristina Háfoss, tingkvinna fyri Tjóðveldi, heldur, at hetta er brot á almenna setnarapolitikkin. Hon hevur tí sett Jørgeni Niclasen, landsstýrismanninum í fíggjarmálum, ein grein 52 fyrispurning. Freistin hjá landsstýrismanninum at svara spurninginum er í dag. Eisini Búskapar og Løgfrøðingafelag Føroya heldur, at talan er um brot á almenna setnarapolitikkin og hevur sett Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum nakrar spurningar um verkætlanarstarvið, sum er lýst leyst á Keypsportalinum. Leif Abrahamsen, stjóri á Gjaldstovuni, hevur víst aftur, at talan er um starvssetan, tí talan er um at útveita eina tænastu. Og tað er ikki tað sama, sigur Leif Abrahamsen. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur boðið formonnunum í øllum andstøðuflokkunum til fundar fríggjamorgunin klokkan 10. Andstøðan hevur fýlst á, at hon ikki hevur fingið nakað at vita um ætlanina hjá samgonguni við fiskivinnunýskipanina, og ikki er tikin við til samráðingar. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, gav fríggjadagin samgonguni freist upp á 14 dagar at koma við einum lógaruppskoti, sum skal fara til hoyringar. Men hesa freist hevur løgmaður ógildað. Løgmaður segði mánakvøldið, at andstøðan skal hava ein fair møguleika, sum hann málbar seg, at koma til veruligar samráðingar, og at 14 dagar frá seinasta fríggjadegi er ov tepur freist. Løgmaður legði afturat, at hann vil hava breiða semju um nýskipanina, og at tað merkir, at í øllum førum annar av stóru andstøðuflokkunum annaðhvørt Javnaðarflokkurin ella Tjóðveldi skulu vera við, umframt teir smáu flokkarnir. Fiskimálaráðið hevur avlagað øll viðurskifti innan føroysku fiskivinnuna. Feløg vita ikki, hvønn rætt og rættindi tey hava. Nøkur feløg fáa útlutað nýggj og stór makrelvirði, og brúka vinningin til at keypa upp fíggjarliga sperda botnfiskaflotan. Meginfelag Útróðrarmanna rópar nú varskó um, hvussu landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur býtt út makrelvirðini síðani Føroyar í 2010 ásettu sær egnar kvotur. Føroya rættur hevur dømt Dia Midjord, kringvarpsstjóra og Liljuna Weihe, tíðindaleiðara, 20 dagbøtur á 1000 krónur í sakarmálinum, sum Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, reisti í tollmálinum. Jan Lamhauge, tiðindamaður í Kringvarpinum, er dømdur 10 dagbøtur á 1000 krónur, og Sveinur Tróndarson, fyrrverandi redaksjónsleiðari á portal.fo, skal gjalda 20 dagbøtur á 1000 krónur Øll fýra skulu gjalda Jørgeni Niclasen 50.000 krónur, tó skal Jan Lamhauge rinda í mesta lagi 5.000 krónur Tey saksøktu skulu eisini gjalda sakarmálskostnaðin hjá Jørgeni Niclasen, sum er 75.000 krónur Rætturin sigur, at endurgevingar í innsløgum í Degi og Viku, í sjónvarpssendingini Tollmálið og í greinum á portal.fo, eru ógrundaðar. Tað segði Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, tá hann svaraði einum fyrispurningi frá Reimundi Langgaard, løgtingsmanni, í tinginum fyrrapartin. Reiðaríið veitti trygd fyri bótini, men ætlar, at málið skal avgerast í rættinum, tí talan var ikki um fisk, men um slógv, sum varð tveitt fyri borð, sigur skiparin, Sonny Johannesen. Sambært Rúna Heinesen, formanni í Kringvarpsstýrinum, er stýrið fyri Kringvarpið kallað saman at viðgera dómin. Fundurin í Kringvarpsstýrinum verður fríggjadagin. Meira verður at frætta um hetta málið í tíðindasendingum seinni í dag. Eisini verður dómurin viðgjørdur í Radaranum, sum kemur eftir tíðindini klokkan 17. Sveinur Tróndarson, fyrrverandi redaksjónsleiðari á Portalinum, fer at kæra dómin í Føroya rætti til landsrættin. Sambært in.fo fer Bjørn á Heygum, sakførari hjá Sveini Tróndarsyni, at skriva kæruna til Landsrættin longu í kvøld. Dómarin ger eina niðurstøðu undir skeivum treytum. Hann leggur munandi meiri í orðini enn tað, sum tey fýra tíðindafólkini hava skrivað, segði Bjørn á Heygum við Rás 2, sambært in.fo. Bjørn á Heygum vísir á, at fjølmiðlafólkini ongantíð hava sagt, at Jørgen Niclasen hevur gjørt nakað revsivert, men at hann hevur borið seg óregluliga at. Dómarin leggur til grund, at tey hava ákært Jørgen Niclasen fyri at gera nakað revsivert, og dømir tey tí fyri ærumeiðing, men tað hava tey ikki gjørt. Tey hava skuldsett hann fyri at snýta, men ikki fyri at gera nakað revsivert, sigur Bjørn á Heygum, sambært in.fo. Trý línuskip frystu fiskin umborð. Best lá fyri hjá Klakki, sum fiskaði 676 tons. Kambur fiskaði 573 tons og Eivind 569 tons. Tey trý skipini landaðu einaferð í St. Pierre, og tey fiskaðu millum 8 og 10 milliónir krónur í Nýfundlandi. Línuskipið Váðasteinur, sum ísar fiskin umborð, fiskaði tilsamans 285 tons. Hann var ein túr í Føroyum og avreiddi 250.000 pundfyri 1,8 milliónir krónur Skipið verður aftur í Føroyum til landingartíð í morgin, og hevur boðið 220.000 pund til sølu fyri 1,4 milliónir krónur Í dag fall dómur í málinum, sum Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevði reist móti Dia Midjord, kringvarpsstjóra, Liljuni Weihe, tíðindaleiðara, Jan Lamhauge, journalisti, og Sveini Tróndarson, redaktøri á portal.fo. Dómurin er greiður, heldur Jógvan Páll Lassen. Allir teir setningar, sum Jørgen Niclasen kravdi deyðar at vera, eru nú dømdir deyðir. Dómurin er ein dómur um ærumeiðing. Sagt verður, at fjølmiðlar áttu og kundu gott viðgera tollmálið, men áttu ikki at knýtt orð, sum snýt uppí, tí tað vísir til eina revsiverda gerð. Í Radaranum eru Jógvan Páll Lassen, Christian Andreasen og Brandur Ellingsgaard. Rúni Heinesen, Dia Midjord, Dan Klein og Sveinur Tróndarsson og Bill Justinussen, Helgi Abrahamsen, Jørgen Niclasen og Kaj Leo Johannesen. Jørgen Niclasen fekk viðhald frá rættinum í øllum ákærum sínum móti Sveini Tróndarsyni, Jan Lamhage, Liljuni Weihe og Dia Midjord, ið øll fýra eru dømd at rinda 50.000 krónur í endurgjaldi og dagbøtur. Sveinur Tróndarson, fyrrverandi redaktørur á Portal.fo, fer at kæra dómin, hann fekk í sakarmálinum móti Jørgeni Niclasen, til landsrættin. Tað er landsstýrismaðurin, sum vara av kirkjumálum, ið tekur endaliga støðu til innstillingina frá kirkjuráðunum og setir sóknarprestin í starvið. Norðoya vestara prestagjald fevnir um fimm kirkjusóknir, tær eru Mikladalur, Húsar, Kunoy, Árnafjørður og Klaksvík. Fýra umsøkjarar vóru til prestastarvið. Sjálvur heldur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, at venjingarumstøður eiga at vera í H bygninginum. Men hann segði í løgtinginum í gjár, at um nakar hylur við heitum vatni verður har, ber ikki til at siga í dag. Vøksturin stavar frá øktum virksemi og framgongd uttanlands, serliga í Danmark, sigur bankin. Samlaðu rakstrarinntøkurnar í fjør vóru 789 milliónir krónur. Tað er ein minking upp á 6 prosent samanborið við árið fyri, tá inntøkurnar vóru 840 milliónir krónur. Orsøkin er lága rentustøðið, sigur bankin. Bankin megnaði at skerja útreiðslurnar við 36 milliónum krónum. Starsvfólkatalið í bankanum er eftir tveimum árum minkað úr 612 niður í 506 starvsfólk. Útsøgnin hjá stýrisformanninum fyri Kringvarp Føroya, Rúna Heinesen, kemur í kjalarvørrinum á dóminum mikudagin í sakarmálinum um sonevnda tollmálið. Dómurin gav Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, viðhald í, at Kringvarpið og portal.fo hava ærumeitt Jørgen Niclasen í viðgerðini av tollmálinum. Rúni Heinesen, formaður í stýrinum, hevur kallað hinar liminrar í stýrinum fyri Kringvarp Føroya til fundar at viðgera støðuna. Fundurin verður í morgun, fríggjadagin. Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin vilja hava landsstýrismannin í heilsumálum sum skjótast at geva løgtinginum eina greining um álvarsomu støðuna í heilsuverkinum og harafturat koma við greiðum ætlanum um loysnir. Tað siga løgtingskvinnurnar Bjørt Samuelsen, Sirið Stenberg og Rigmor Dam í álitinum hjá Trivnaðarnevndini um uppskotið hjá Karsten Hansen, landsstýrismanni, um at tryggja øllum endurvenjing á sjúkrahúsi. Minnilutin í Trivnaðarnevndini sigur seg ikki kunna taka ábyrgd av broytingunum í lógini um almenna heilsutrygd, sum støðan er í heilsuverkinum, og mælir løgtinginum frá at samtykkja uppskotið. Sambært uppskotinum eiga fólk at fáa endurvenjing á sjúkrahúsi, hóast endurvenjingin ikki er tengd at viðgerð á sjúkrahúsinum. Minnilutin í Trivnaðarnevndini vísir á trotið á fakfólki og serlæknum á sjúkrahúsunum. Minnilutin kennir seg ikki sannførdan um, at uppskotna broytingin fer at bøta um støðuna hjá sjúklingum at fáa tilvísing til ta serviðgerð, sum fakfólkini meta er neyðug. Eisini meirilutin í Trivnaðarnevndini, samgongufólkini, vísir á, at avbjóðingin at manna sjúkrahúsini eigur at takast í størsta álvara, men mælir kortini til at samtykkja lógarbroytingina. Tað er týdningarmikið at fyrireika børnini til hesa once in a lifetime hendingina, sigur Rógvi B. Dam, sum komanandi dagarnar fram til 20 mars fer runt í føroyum og framførir søguna um Baldur , ið heldur at sólin sløknar tann 20 mars. Telist tú millum teirra, ið hevur fylgt við amerikonsku sjónvarpsrøðini, House of Cards, seinastu tvey árini, kanst tú nú so smátt byrja at gleða teg aftur. Fríggjamorgunin klokkan átta føroyska tíð verða nýggir partar tøkir hjá Netflix, upplýsti Netflix fyri danska blaðnum BT í gjár, mikudagin. Nú, triðja røðin av House of Cards byrjar, er eisini ein danskur sjónleikari við. Danski sjónleikarin, Lars Mikkelsen, spælir, sum skilst, russiskur forseti. Hetta er uttan iva eitt hámark í yrki mínum, segði sjónleikarin, Lars Mikkelsen, við DR Kultur í januar. Hann vil ikki vátta, at hann fær leiklutin sum russiskur forseti. Til Country og Blues festivalin í ár, er gjørt samstarv við árliga Truckerfestivalin, so teir skínandi lastbilarnir verða við til countryfestivalin í Sørvági Hann hevur runnið umleið 50.000 kilometrar seinastu 10 árini tað er í miðal 5.000 kilometrar um árið Tað er 416 kilometrar um mánaðin ella14 km. um dagin hvønn dag í 10 ár Vit tosa um Pól Sundskarð sum nú er komin í útvarpsstovuna nú eru 10 ár síðani og tú vart 47 ár tú fórt undir at renna av álvara, hvat var orsøkin Evnið hesaferð var samanstúvað , og uppskotini sum vóru 103 í tali eru sera ymisk og fjølbroytt. Munurin frá seinast er at fleiri málningar eru við nú hóast at stóri parturin eru myndir tiknar við myndatóli. Tú kanst síggja øll 103 uppskotini her. Stóra rokningin, sum Heilsumálaráðið fekk frá Region Hovedstaden fyri psykiatriska viðgerð hjá einum dømdum manni, skal roynast eina ferð afturat í rættinum. Tað verður í Eystara landsrætti fríggjadagin í næstu viku. Fyri einum góðum ári síðani dømdi Føroya rættur Heilsumálaráðið at rinda góðar átta milliónir krónur umframt rentu fyri viðgerðina, og 400.000 krónur í sakarmálskostnaði. Heilsumálaráðið skeyt dómin inn fyri Landsrættin við kravi um frídøming ella, í øðrum lagi, at skula rinda minni enn Region Hovedstaden krevur. Stóra rokningin úr Danmark er fyri uppihaldið og psykiatrisku viðgerðina hjá einum útlendskum sjómanni, sum eitt nevningating í Føroya rætti í oktober í 2006 dømdi í viðgerðarvarðhald á sjúkrahúsi, tí hann stakk skiparan á frálandsskipinum Tórsvík. Tá maðurin varð tikin, hevði hann fyribils uppihaldsloyvi í Føroyum. Tí, segði Føroya rættur, eiga føroyskir myndugleikar at gjalda fyri viðgerðina, sum var í Danmark. Føroya rættur segði, at føroyskir myndugleikar sendu ikki sjómannin til viðgerðar í Danmark. Men av tí at Region Hovedstaden vendi sær til Heilsumálaráðið longu fyrst í oktober í 2007, visti Heilsumálaráðið um støðuna og kundi tí tikið dømda mannin til Føroya til viðgerðar. Heilsumálaráðið heldur uppá, at politi, dómsvald og kriminalforsorg í Føroyum eru donsk málsøki. Tað vóru hesir donsku stovnar í Føroyum, sum gjørdu av, at sjómaðurin skuldi í viðgerð. Tí er tað skeivt at senda rokningina til føroysku myndugleikarnar, sigur Heilsumálaráðið. DR fer at gera sendingar um sólarmyrkingina 20 mars. Tað er danska veðursendingin sum fer at hava tríggjar sendingar úr Føroyum dagarnar 18., 19. og 20. mars. Í telefonini hava vit nú Claus Vendelbo sum er leiðani veðurredaktørur á DR Tað er trupult at velja ein vinnara, tí tað eru so nógvar góð uppskot. Nakrar av myndunum felli eg aftur á fleiri ferðir sigur Kinna Poulsen. Vinnarin er málingurin nøgdsemi , sum Ása av Reyni Jøkladal heur málað. Hoyr grundgevingarnar hjá Kinnu um hví at málningurin hjá Ásu av Reyni Jøkladal vann. Eg verið tikin av bóli. Her kanst tú síggja allar 103 myndirnar, sum vóru við í listatiltakinum samanstúvað. Umleið helvtin av fiskavørunum, ið vórðu útfluttar í 2014, vóru laksur. Vit útfluttu laks fyri hálva milliard meir í 2014 enn í 2013. Vøksturin frá 2013 til 2014 var 20 prosent, skrivar Hagstovan . Í 2001 var útflutningurin av laksi góðar 900 milliónir krónur og var tað metár, áðrenn sjúka rakti alingina og var orsøk til stór afturstig. Tað gjørdi, at útflutningurin minkaði niður í 374 milliónir krónur í 2006. Síðani 2006 er útflutningurin tó vaksin á hvørjum ári og var útivið tríggjar milliardir krónur í 2014, sambært nýggjastu hagtølunum hjá Hagstovu Føroya . Umleið helvtin av fiskavørunum, ið vórðu útfluttar í 2014, vóru laksur. Vit útfluttu laks fyri hálva milliard meir í 2014 enn í 2013. Vøksturin frá 2013 til 2014 var 20 prosent, skrivar Hagstovan . Í 2001 var útflutningurin av laksi góðar 900 milliónir krónur og var tað metár, áðrenn sjúka rakti alingina og var orsøk til stór afturstig. Tað gjørdi, at útflutningurin minkaði niður í 374 milliónir krónur í 2006. Síðani 2006 er útflutningurin tó vaksin á hvørjum ári og var útivið tríggjar milliardir krónur í 2014, sambært nýggjastu hagtølunum hjá Hagstovu Føroya . Tveir mans, ið vórðu handtiknir í kjalarvørrinum á yvirgangsatsóknunum í Keypmannahavn, vórðu fyri løtu síðani varðhaldsfongslaðir í fýra vikur afturat, skrivar DR . Menninir vórðu handtiknir 16. februar, skuldsettir fyri at hjálpt 22 ára gamla manninum, ið framdi álopini, við at útvega vápnini, tá tvey fólk vórðu myrd og fimm løgreglufólk vórðu særd. Trygdin er óvanlig. Løgregla í hjálmum og við automatiskum riflum, segði útsendi tíðindamaðurin hjá DR, Claus Buhr, tá menninir vórðu varðhaldsfongslaðir í fýra vikur afturat. Trettan tímar eftir at ein 22 ára gamal maður framdi tvær yvirgangsatsóknir í Keypmannahavn 14. februar, drap løgreglan mannin í skotbardaga, eftir at hava jagstrað mannin. Tað snýr seg um rationaliseringar, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum. Men sparingarnar vera ikki við Miðflokkinum í samgonguni, sigur Jenis av Rana. Kemur politiskt krav um at høvd og slógv skulu takast við til lands aftur, so verður tað gjørt, sigur Hanus Hansen, reiðari í JFK Trol, ið eigur tveir trolarar, ið fiska í Barentshavinum, Gadus og Sjúrðarberg. Umleið 40 prosent av fiskinum verður nýttur, tá flak verður skorið umborð, hin parturin fer fyri borð. Tað er í løtuni ikki loyvt at senda høvd beinleiðis til Nigeria, og tí verður tað ikki gjørt, sigur Hanus Hansen. Navnið á tí sonevnda Jihadi John hevur higartil verið hildið loyniligt við atliti at kanningararbeiðinum hetta seinasta hálva árið. Mohammed Emwazi, ið hevur hálshøgt fleiri vesturlendingar fyri yvirgangsfelagsskapin Islamiskan Stat, varð føddur í Kuwait, men vaks upp í London, sambært BBC. Longu tá fyrsta sjónbandið, har Jihadi John hálshøgdi ein tíðindamann, varð kunngjørt á netinum, var illgruni um at hann var bretskur, tá hann hoyrdist tosa. Fyrstu ferð, Jihadi John sást á sjónbandi, var í august 2014, tá ið hann hálshøgdi amerikanska tíðindamannin, James Foley. Seinni sást upptøkan á internetinum. Hildið verður, at hann eisini var við til at hálshøgga onnur tíðindafólk, tveir heilsuhjálparar og ein hýruvognsførarara, eftir at hann meldaði seg í Islamskan Stat. Fyrr í februar sást Jihadi John eisini í eini sjónbandsupptøku, tá ið ein japanskur tíðindamaður varð hálshøgdur, og eisini tær upptøkurnar vórðu lagdar út á netið. Higartil størsta talgilda savnið í Danmark á netinum lat upp fríggjadagin í seinastu viku. Nógv tann størsti parturin er danskt tilfar, men eisini Føroyar sleppa í part. Umleið ein millión myndir eru longu á Arkiv. Hóast meginparturin av myndunum eru knýttar at Danmark, eru eisini myndir, ið hava við Føroyar at gera, hóast tær flestu ikki eru tiknar í Føroyum. Tá leitað verður eftir myndum, har Føroyar onkursvegna eisini eru skrásettar, finnir skipanin 150 føroyamyndir. Tilsamans eru 402 skjøl, ið hava við okkum at gera, skrásett. Tilfarið í savninum stavar frá 500 ymiskum skjalasøvnum í Danmark. Ætlanin er at 25.000 nýggjar myndir verða lagdar afturat í savnið hvønn mánað. Í staðin hevur Breivik, sum 22. juli í 2011 drap 77 fólk í Oslo og á Utøya, sett Øystein Storrvik, sum nýggjan sakførara hjá sær. Storrvik sigur við VG , at hann hevur sent Geir Lippestad fráboðan um hetta. Storrvik vil tó einki siga um orsøkina, annað enn, at Breivik er langtíðarfangi og hann hevur stóran tørv á løgfrøðiligari hjálp. Storrvik vil heldur ikki siga, um hann hevur tosað við Breivik. Eg havi ikki nógv at siga júst nú, men eg skilji, at tá hann hevur fingið langtíðardóm, so er tørvurin fyri løgfrøðiligari hjálp stórur. Tí nógvir trupulleika koma, sum hann skal hava hjálp til at avgreiða. Franka, sum er eitt nýtt og sera spennandi navn innan føroyska elektroniska pallin, hevur í dag givið út sjónbandalag til lagið Franchise. Annað árið á rað verður skipað fyri tónleikakappingini Stella Polaris, har ungir, klassiskir tónleikarar umframt heiðurin kappast um at vinna 25.000 krónur. Vit eru við á kapppingardegnum, tá teir seks finalistarnir skulu framføra fyri dómsnevndini, ið er mannað av bæði føroyskum og útlendskum serkønum innan økið. Dómurin í sakarmálinum, sum Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, reisti um ærumeiðing, eigur ikki at ávirka tíðindaflutningin í fjølmiðlunum. Hetta var eitt mál um ærumeiðing, og rætturin hevur revsað við dagbótum og endurgjaldi, men tað skal ikki fáa fjølmiðlar at halda seg aftur at hava ágangandi og kritiskan journalistikk, sigur hann. Føroysk skúlabørn fáa ikki frí 20. mars, tá sólarmyrkingin er. Mentamálaráðið hevur givið øllum fólka og miðnámsskúlum boð um, at næmingarnir fáa ikki frí hendan dagin. Tað er Heri Schwartz Jacobsen í Gøtu, sum hevur uppfunnið skipanina, og royndirnar vísa, at eitt vanligt húsarhald kann spara ein heilan tanga av olju um árið. Átta av tíggju bústaðareindum skulu í ár manna borgara og avvarðandiráð við tí endamáli, at tey, sum búgva í vardum bústaði, fáa størri ávirkan. Almannaverkið og Almannamálaráðið hava skrivað undir mál og avrikssáttmála fyri 2015. Sambært sáttmálanum hava fýra bústaðareindir longu skipað ráð, tvær aðrar hava roynt, men undirtøkan var ov lítil. Tær skulu royna aftur í vár. Allar viðgerðir og veitingar skulu avgreiðast elektroniskt gjøgnum Heildarskipanina, sum annars skuldi vera tøk fyri fimm árum síðani. Harafturat skal nýggj miðstøð fyri hjálpitól og endurvenjing takast í brúk í ár. Viðskiftafólk hjá Almannaverkinum skulu hjálpast til størri sjálvbjargni. Nú arbeiða 750 fólk í Almannaverkinum. Tey vóru dupult so nógv í fjør, men talið minkaði, tá kommunurnar fingu eldraøkið á nýggjárinum. Í ár umsitur Almannaverkið eina milliard og 358 milliónir krónur í fíggjarlógini. Raksturin kostar 311 milliónir krónur Hvønn mánað verða goldnar 15.000 veitingar, sum kosta millum 80 og 90 milliónir krónur Politiski bólkurin, sum viðger broytingarnar í pensjónslógunum, skuldi hava fund í dag. Men fundurin verður av ongum, tí landsstýriskvinnan í almannamálum, sum hevur verið uttanlands, er veðurføst. Pensjónsnýskipanin verður tó ikki millum málini, sum landsstýrið fer at leggja fyri løgtingið um eina viku. Men Annika Olsen, landsstýriskvinna, vónar kortini, at til ber at leggja pensjónsuppskotini fram í vár við undirskriftunum hjá 17 tingfólkum. Pensjónsbólkurin, har bæði samgongan og andstøðan eru við, hevur javnan fund, men enn er ikki komið á mál, verri enn so. Og ivasamt er, um tað verður í hesum valskeiðinum. Annika Olsen, landsstýriskvinna, ásannar eisini, at um ikki ber til at fáa pensjónsmálið í løgtingið, áðrenn tingið fer til hús í vár, eru útlitini fyri, at málið kemur í hesum valskeiðinum, ikki so góð. Eingin í politiska bólkinum, sum Útvarpið hevur tosað við, vil siga hvørjar ósemjur eru, ella, um semja er um nakað sum helst. Valár er, og sum ein tingmaður í bólkinum sigur, so er lætt at semjast um lógarbroytingar, sum fólki fer at dáma, men verri er við teimum ópopuleru avgerðunum. Teir báðir limirnir, ið standa fyri vali, er Maria V. Hansen og Jákup av Skarði. Sambært Lærarafelagnum skulu uppskot um valevni vera felagnum í hendi í seinasta lagi 4. apríl. Freistin fyri innkomin mál hjá felagnum er 28. mars, tríggjar vikur áðrenn aðalfundurin verður. Aðalfundurin hjá Lærarafelagnum verður í Skúlanum við Løgmannabreyt leygardagin 18. apríl. Kringvarpið sendi fyri løtu síðani út tíðindaskriv til føroysku miðlarnar, í kjalarvørrinum á dóminum í sonevnda tollmálinum, ið fall mikudagin. Í tíðindaskrivinum stendur Dómurin í Føroya Rætti kann tulkast sum, at Føroyar eru ov lítlar til at hava frælsar fjølmiðlar. Tí hava kringvarpsfólkini Dia Midjord, stjóri, Liljan Weihe, tíðindaleiðari, og Jan Lamhauge, journalistur, gjørt av at kæra dómin til Landsrættin. Miðlafólkini hava sambært Føroya Rætti ógrundað lagt Jørgen Niclasen undir at hava framt revsiverd viðurskifti. Føroya Rættur staðfestir í dóminum, at P f N. Niclasen seldi ótollaðar vørur, hóast hetta ikki var samsvarandi treytunum í lógini. Dómurin staðfestir eisini, at tað er rætt og neyðugt, at fjølmiðlarnir siga almenninginum frá hesum, hóast málið er gamalt og ikki er um revsiverd viðurskifti. Men síðani leggur Føroya Rættur millum annað dent á, at Det er ligeledes væsentligt, at det i et lille samfund som det færøske er en demokratisk nødvendighed, at folkevalgte politikere ikke forsvarvsløst skal kunne udsættes for dækningsløse sigtelser for strafbare forhold i de lokale massemedier, da man i modsat fald kan risikere, at den nødvendige minimumsrekruttering av opstillede til politiske valg trues . Vit halda, at føroya fólk eigur sama rætt til miðlafrælsi sum fólk í demokratiskum londum, og tí má Landsrætturin fáa høvi at viga dómin, verður sagt í tíðindaskrivi, ið varð sent út fyri løtu síðani. Næsta skúlaár fer Handilsskúlin á Kambsdali at stovna ein flokk á Búskapar breytini, har meginparturin av undirvísingini verður á enskum. Nýggi flokkurin verður róptur International Business Studies, IBS. Hans Jacob Kollslíð er útbúgvingarleiðari á Handilsskúlanum á Kambsdali Í hesum 1.parti verða tríggir teir fyrstu kapitlarnir, ið eru um søguligar keldur og fyrstu hugsanina um stjørnurnar og himmalhválvið, upplisnir. Um fyrstu griksku kosmologarnar, og hvussu grikkar finna skapið á jørðini, og um Aristarch og aðrar víðskygdar teinkjarar í fornøld. Í samband við sólarmyrkingina í Føroyum, 20 mars 2015, senda vit úr bókini Rúmdin almenn stjørnufrøði sum Pól Jespersen hevur skrivað. Nám gav bókina út í 2012. Pól Jespersen lesur sjálvur og tillagar bókatekstin til upplestur. Í hesum 3.parti verður sagt frá um Tycho Brahe sum sær at tørvur er á neyvum málingum, at hann fær fast tilhald á oynni Ven í Oyrarsundi. Eisini verður sagt frá um Johannes Kepler sum fær áhuga fyri ringrásunum hjá gongustjørnunum, og staðfestir, tær ganga í ellipsum um sólina. Í hesum fjóra parti verður sagt frá um Merkur sum er gongustjørnan, ið er næst sólini, og um Venus sum er onnur gongustjørnan í raðnum frá sólini. Og jørðina sum er nummar trý í raðnum, og tann einasta, ið hevur lofthav. Og um nógv størstu gongustjørnuna Jupiter, sum er ein gassknøttur. Fimta gongustjørnan í røðini frá sólini. Eisini verður sagt frá um sjáldsama gávuríka granskaranum Galileo Galilei, sum dugir tað ástøðiliga, er frálíkur eygleiðari, og sum hevur skil fyri at gera royndir og uppfinna nýggj tól. Hann stendur fyri nýggjum tíðarhvarvið í vísindunum, ger ástøði og í síðan royndir eitt arbeiðslag, sum enn merkir vísindina. Og sum í kikara, sum hann sjálvur hevur gjørt, uppdagar teir 4 galilesisku mánarnar, sum mala um gongustjørnuna Jupiter. Eisini verður sagt frá um Isaac Newton, sum lyftir náttúruvísindina upp á eitt hægri stig. Hann gevur alisfrøðini tey ómissandi støddfrøðiligu amboðini, sum enn vera brúkt.Og hann sameinir alisfrøði, støddfrøði og stjørnufrøði. Í hesum 5.parti verður sagt frá um kraft og rørslulógir Newtons og lógina um atdráttarkraftina. Og um tíðina eftir Newton. Hvussu jørðin verður býtt upp í longdarstig, og um urið, sum gekk uttan at tað seinkaði og sum toldi rullið umborð á skipi. Sagt verður eisini frá um gongustjørnurna Saturn, sætta gongustjørnan frá sólini, við teimum nógvu ringunum og mánunum. Og um gongustjørnuna Uranus, sjeynda gongustjørnan frá sólini, sum eisini er trið størsta gongustjørnan. Tann fyrsta, sum var funnin við kikara í 1781. Ørkymlað mamma skrivar spyr Also panelið, hvussu hon skal loysa ósemjurnar millum mannin og dóttrina. Gestirnir í Also siga, at byrðan liggur á manninum. Hann má vera tann vaksni og finna útav at rúma 16 ára gomlu dóttrina. Ein annar lurtari spyr um hetta at leggja hond á kistu og taka í hondina á avvarðandi, ein triði spyr, hvussu hon skal sannføra systur sína um, at hendan hevur nógv at takka familjuni fyri, og síðani er talan um kvinnu í skiftisárum, sum hevur funnið eitt sannførandi prógv um, at maðurin er ótrúgvur. Hoyr tíðindaleiðaran í Kringvarpinum greiða frá, hví Kringvarpið hevur valt at kæra dómin í tollmálinum, ið fall í Føroya rætti mikudagin, fyri Landsrættin. Andstøðan hevur fílst á, at at hon higartil als einki hevur fingið at vita frá samgonguni, og at andstøðan ikki hevur verið boðin til samráðingar. Jacob Vestergaard gav samgonguni 14 dagar frá seinasta fríggjadegi til at koma við einum lógaruppskoti. Ta freistina ógildaði løgmaður og segði, at andstøðan skal fáa ein fair møguleika, sum hann málbar seg, at koma til veruligar samráðingar. Løgmaður legði afturat, at hann vil hava breiða semju um nýskipanina, og at tað merkir, at í øllum førum annar av stóru andstøðuflokkunum annaðhvørt Javnaðarflokkurin ella Tjóðveldi skulu vera við, umframt teir smáu flokkarnir. Pero Sore sendi leiðsluni eina treytaða uppsøgn, tí hann ikki fekk ymisk viðurskifti í rættlag. Upprunaliga segði Pero Sore seg úr starvi á nýggjárinum, men treytaða uppsøgnin varð longd til 28. februar. Talan var um sáttmála við Heilsutrygd, um sjúkrarøktarfrøðing til giktaøkið og um bøtt hølisviðurskifti. Enn er tó einki bøtt, sambært giktlæknanum. Tí møtir Pero Sore ikki til arbeiðis mánadagin. Tær báðar undirvísa eisini í leirlist á Kvøldskúlanum í Havn. Óluva er harumframt útbúgvin sum listahandverkari á keramikkskúlanum á Bornholm í keramiskari sniðgeving. Anders Bøgesvang gevst ikki í starvinum alt fyri eitt, hóast hann hevur sagt seg úr starvinum sum varastjóri við læknafakligari bakgrund. Tað er ikki endaliga ásett enn nær Anders Bøgesvang fer frá, boðar Landssjúkrahúsið frá. Tað er fyri at tryggja best møgulig støðug viðurskifti og framhald í virkseminum hjá stjórn og rakstri á Landssjúkrahúsinum, og fyri at fáa skotbrá at seta annan varastjóra. Anders Bøgesvang hevur verið fyribilssettur varastjóri hálva tíð í okkurt um eitt ár. Hann arbeiðir annars sum serlækni í Haugesund í Noregi. Umframt stjóran, Sigurð Ólason Vang, sum eisini hevur sagt upp, umfatar sjúkrahússtjórnin varastjóra við læknafakligari bakgrund, sum enn er Anders Bøgesvang, og varastjóra við sjúkrarøktarfakligari bakgrund, sum er Naina Túgvustein. Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, er samdur við Anders Bøgesvang og sigur, at játtanin til Landssjúkrahúsið verður ikki skerd næstu árini. Stjórin í Kringvarpinum hevur fingið boð frá Kringvarpsstýrinum um at bøta um trúvirðið hjá stovninum eftir dómin í Føroya rætti mikudagin. Dia Midjord, Liljan Weihe og Jan Lamhauge hava kært dómin til landsrættin. Sveinur Tróndarson er dømdur í sama máli, og hann hevur eisini kært til landsrættin. Í fjør vóru 22.000 tilburðir av meslingum skrásettir í sjey evropeiskum londum. Heimsheilsustovnurin, WHO, heitir nú á øll foreldur um at koppseta børnini fyri meslingar. Tað er sera týdningarmikið at koppseta børnini, tí sjúkurnar, sum koppsett verður fyri, eru álvarsamar og kunnu elva til stóran skaða. Og í ringasta føri kunnu børn doyggja av teimum. Tað er stór ábyrgd at leggja á starvsfólkini á dagstovnunum, um børn fara á stovn, tá sólarmyrkingin er. Tað heldur ein stovnsleiðari. Tað sigur John Sawers, ið nýliga er farin frá sum leiðari fyri fregnartænastuna MI 6, ið hevur útlond sum sítt arbeiðsøki. Hann heldur, at londini vestanfyri eiga at samskifta meira við Russland, men samstundis er Russland vorðið ein størri hóttan. Ikki neyðturviliga móti Bretlandi beinleiðis, men ímóti londum, sum ligggja nærri Russlandi, og sum Bretland saman við hinum NATO londunum hevur tikið á seg ábyrgdina av at verja. Tá verða serliga Baltalondini Estland, Letland og Litava havd í huga. John Sawers kemur við viðmerkingum sínum nú eitt ár er síðani bardagarnir byrjaðu millum ukrainska stjórnarherin og russiskt sinnaðu uppreistrarliðini í eystara parti av Ukraina. Vit skulu ikki halda, at Russlandi er ávegis ímóti størri fólkaræði, tvørturímóti sigur John Sawers. Og tann javnvág, sum kalda kríggið eftir seinna heimsbardaga gav, broytist. Trupulleikin er, at Russland kennir seg hótt, og atgerðir Vladimir Putins vísa, at hann heldur trygd sína standa uppá spæl, sigur John Sawers við BBC. Nemtsov gekk saman við eini kvinnu túr á Bolsjoj Moskvo retskij brúnni nærindis Kreml um hálvgum ellivutíðina okkara tíð í gjárkvøldið, tá sjey átta skot vórðu latin av í ryggin á honum. Gerningsmenninir sótu í einum bili. Talsmaðurin hjá Putin sigur, at Putin fordømir drápið, og sigur, at nógv bendir á, at hetta er leigudráp, og at tað er rein provokation. Atsóknin hendir bara fáar dagar undan stórari mótmælisgongu móti stýrinum hjá Putin. Í seinasta bloggi sínum mælti Boris Nemtsov øllum í andstøðuni um at stuðla mótmælistiltakinum í Moskva í morgin. Russiskir rannsakarar halda, at drápið er væl fyriskipað. Teir kann nú, um endamálið við drápinum er at skapa óstøðug viðurskiti í politisku støðuni í Russlandi, sigur russiska tíðindastovan, Interfax. Rannsakararnir meta eisini, at víðgongdir islamistar kunnu hava framt álopið ella kann tað hava samband við stóru mótmælisgonguna í morgin. Fólkakirkjan skrivar, at e ftir ætlan skipar Uni Næs dómpróstur komandi sóknarprestin, sum skal búgva á Kirkjuteigi í Kvívík, í embætið við gudstænastu í Kvívíkar kirkju 22. mars klokkan17,00. Eitt nú skrivar Rolf Guttesen, geografur, um fiskatíggjund, har greitt verður frá vaksandi trupulleikum, sum koma fyri í uppkrevjing av fiskatíggjund. Hann skrivar eisini grein um sendingsgóðs í tíðarskeiðinum 1805 til 1855, sum verður sent til Danmarkar. Erling Isholm søgufrøðingur skrivar um eplavelting í Føroyum í 19. øld. Greitt verður frá søguni um eplini, sum Pløyen keypti í 1839, og víst verður á, hvussu tað við hesum eplakeypi eydnaðist almennum myndugleikum at forða fyri, at stígur kom í framburðin, sum hevði verið undanfarnu 20 árini. Eivind Weyhe málfrøðingur um Ániasartátt í eini uppskrift á suðuroyarmáli. Tátturin er prentaður stavrættur aftast í greinini. Málformurin verður lýstur og kjakast verður millum annað um, hvat brigdi av suðuroyarmáli uppskriftin umboðar. Eyvind Weyhe skrivar eisini um trý staðarnøvn á Sandi Akrinatjørn, Mølbursvatn og Mølheyggjarnir. Og triðja greinin er um variatiónina av sjálvljóðunum i og u í føroyskum endingum. Jens Kjeld Jensen, Jógvan Fróði Hansen og Ámundur Nolsø skriva um landsniglar. Síðan kanningina hjá Solhøy í 1977 79 er eingin skipað kanning gjørd innan útbreiðslu av landsniglum. Nógvur innflutningur av byggitilfari og urtagarðs tilhoyri hevur skapað karmar fyri innførslu av nýggjum sniglasløgum til oyggjarnar. Greinin er grundað á innsavnað tilfar og eygleiðingar seinnu mongu árini frá heimildarfólki kring landið, sum hava vent sær til Jens Kjeld Jensen. Fleiri sniglasløg eru komin aftrat. Ritstjórnin leggur frá sær Í ritstjórnini hesaferð eru Dorethe Bloch og Elin Súsanna Jacobsen. Hetta er seinasta ritið, sum tær ritstjórna. Tær leggja nú frá sær og nýggj ritstjórn tekur við. Ein maður skal verða sligin so mikið meint, at hann noyddist á skaðastovuna fyri at fáa viðgerð. Hendingin fór fram á einum skeinkingarstaði í Klaksvík. Á politistøðini í Havn siga tey, at málið verður kannað. Og enn er ikki vist, um tann, sum sligin er, fer at melda gerningsmannin. Fongslaði kurdiski leiðarin, Abdullah Ocalan, heitir á politisku viðhaldsfólk síni um at gevast við vápnaða stríðnum fyri einum sjálvstøðugum kurdiskum heimlandi í Turkalandi. Abdullah Ocalan sigur í boðunum, at hann vil hava eina søguliga avgerð um at røkka málinum um sjálvstýri við eini demokratiskari loysn, sum hann málber seg. Kurdiski leiðarin heitti á flokk sín, kurdiska arbeiðaraflokkin PKK, um at taka støðu á flokksfundinum í vár og boða frá, at vápnaða stríðið er endað. Vit eru farin undir tiltakið at fáa enda á 30 ára vápnaða stríðnum, at fáa í lag varandi frið og røkka málinum við demokratiskum loysnum, sigur Abdullah Ocalan í boðskapi sínum Hóast kurdiski flokksleiðarin situr í fongsli, hevur hann framvegis ávirkan á hernaðarleiðsluna í PKK, og boð hansara verða ofta fylgd. Har hava kurdar verið í hørðum bardøgum ímóti islamska statinum, og tað hevur ivaleyst havt góða ávirkan á støðuna millum kurdar og turkar. Jórun Højgaard, deildarleiðari fyri G1, Høgni Djurhuus, narkosulækni á bráðdeildini, og Jón Klein Olsen, varapoliti inspektørur, hava gjørt leiðreglurnar, sum skulu mynda samstarvið. Fyri nakrar kvinnur vara óhugaligu eyðtekini um skiftisárini í meira enn 10 ár. Tað vísur nýggj gransking, sambært tíðarritinum MedPage Today. Sostatt vara hitabylgjur og onnur eyðkenni fyri skiftisárini longur, enn granskarar higartil hava hildið, skrivar MedPage Today. Etniskur uppruni avgerðandi Granskarar hava í 13 ár kannað, hvussu leingi 3.300 kvinnur høvdu eyðkenni fyri skiftsárini, og tað vísir seg, at stórur munur er á, hvussu leingi skiftisárini vara, alt eftir etniska upprunanum hjá kvinnunum. Afro amerikanskar kvinnur hava longstu skiftisárini, í miðal 10,1, meðan japanskar kvinnur eru í skiftisárum í 4,8 ár í miðal. Fyri allar kvinnur, sama hvør etniski upprunin er, vara skiftisárini í miðal 7,4 ár. Og kvinnur, sum roykja og eru hyldligar fáa truplari skiftisár. Fyrr hevur gransking víst á, at eyðkenni fyri skiftisárini ikki vara longur enn eini tvey ár. Víðagitni sangarin, 70 ára gamli Gary Glitter, sum er kendur innan glam rokk, rock n roll og poprokk, er dømdur 16 ára fongsul fyri kynsligan ágang móti trimum gentum í tíðarskeiðnum frá 1975 til 1980. Gary Glitter er dømdur fyri neyðtøkuroynd, at hava havt kynsligt samband við skúlagentu, sum er yngri enn 13 ár og fyri ósømiligan atburð. Kanningar eru gjørdar viðvíkjandi sangaranum, tí illgruni hevur verið til hansara síðani 2012 í samband við gøluna um BBC sjónvarps stjørnuna, Jimmy Savile, um kynsligan ágang. Longu í 2006 varð Gary Glitter dømdur fongsulsrevsing í Vjetnam, fyri at hava havt kynsligt samband við tvær gentur 11 og 12 ára gamlar. Har sat hann í fongsli í trý ár. Hann hevur eisini sitið í fongsli í Bretlandi fyri at hava havt barnapornografiskt tilfar í varðveitslu. Tá játtaði hann seg sekan. Miðlahúsið, Dimmalætting, Kringvarp Føroya, Málráðið, Føroyamálsdeildin, Mentamálaráðið, Norðurlandahúsið og Nám skipa fyri degnum. Fyriskipararnir heita á skúlar, stovnar, fyritøkur og arbeiðspláss um at leggja sær henda dag í geyma, ikki bara í móðurmálsundirvísingini í skúlunum, men í øllum viðurskiftum, soleiðis at bæði næmingar og fólkið alt verða kunnað um viðurskifti, sum elvdu til, at vit í dag hava eitt væl virkandi mál, sum alt árið kann rúma øllum samskifti. Kelda snar.fo Vensil Hammershaimb var sonur seinasta løgmann í Føroyum , áðrenn løgtingið var tikið av í 1816. Tá ið pápin var deyður, flutti hann av løgmansgarðinum á Steig í Sandavági til Havnar saman við mammu síni. Tólv ára gamal fór hann til Danmarkar , tók studentsprógv og las gudfrøði. Hann hevði eisini hug til norrøn mál. Hann verður nevndur faðir at føroyska skriftmálinum. Í 1841 ferðaðist hann í Føroyum og fór tá at skriva upp fólkaminni. Í 1855 fór Vensil Hammershaimb heim til Føroya at vera prestur. Hann var Føroya próstur 1862 78, tá ið hann flutti aftur til Danmarkar at búgva. Av útgávum kunnu verða nevndar Færøiske Kvæder I 1851 , Færøiske Kvæder II 1855 , Føroyingasøga 1884 og stórverkið Færøsk Anthologi I og II, sum Jakob Jakobsen hjálpti honum at búgva til útgávu. Føroyar hava fingið ein heimsmeistara í dag. Vágbingurin, Dánjal Martin Hofgaard, hevur vunnið gull í lættvektarbólkinum í HM í inniróðri í Boston. Dánjal Martin var fremstur á 1.000 metrum, men so harðnaði kappingin. Vágbingurin var tó drúgvastur, sterkastur og skjótastur og kom á mál við tíðini 06.16.07, og harvið varð HM gullið vunnið. Móttøka verður fyri Dánjal Martini á Torginum í SMS klokkan 16.30 mánadagin, og Dánjal Martin verður eisini gestur í 3 2, sum kemur í sjónvarpinum eftir Dag og Viku. Hesa vikuna hoyra vit bókina Bankaránið í Sævík, hon er í fimm pørtum. Tað er ein maður, sum eitur Bent Fauerby, sum hevur skrivað bókina og Petur Andreassen hevur týtt til føroyskt. Jón Thorteinson lesur fyri okkum. Ein arbeiðsmaður, sum hevur 40 tíma viku, fær 20.400 krónur um mánaðin. Minstalønin hjá fiskimanninum er í mesta lagi 925 krónur um dagin, og minstiforvinningurin er í mesta lagi 14.000 krónur um mánaðin. Spurningin og tølini eigur Brandur Sandoy, løgtingsmaður, sum hevur sett Jacob Vestergaard, landsstýrismanni, skrivligan fyrispurning um Trygdargrunnin, minstuløn og minstaforvinning hjá fiskimonnum. Brandur Sandoy vísir eisini á, at 1.juni verða treytirnar fyri at fáa minstaforvinning hjá útróðrarmonnum munandi herdar. Nú skal báturin hava avreitt fyri minst 120.000 krónur upp á mannin seinasta seks mánaðirnar fyri at koma undir treytirnar um minstaforvinning. 1.juni fer hetta markið upp í 200.000 krónur, sigur Brandur Sandoy, og leggur afturat, at henda herðing fer at gera, at hjá teimum flestu verður ógjørligt fáa nakað úr grunninum, tí útróður er sera svikaligur fyri veður um veturin. Brandur Sandoy sigur, at virðið á tí, sum føroyingar fiska, er nógv vaksið. Tað skuldi givið Trygdargrunninum fleiri pengar. Ársúrslitið gjørdist 15,3 milliónir krónur fyri skatt. Tað var 5,8 milliónir krónur fyri skatt í 2013. Skatturin í 2014 var 2,8 milliónir, og hann var 1,1 millión í 2013. Færri stórir skaðar vóru í fjør enn árið fyri, tí veturin var ikki so baldrutur í fjør. Eingin verulig ódn var í 2014.Partapeningurin í Trygd er 40 milliónir krónur BankNordik eigur allan partapeningin. Eginognin er slakar 90 milliónir krónur Janus Petersen og Jens Erik Christensen vórðu afturvaldir í nevndina. Rune Nørregaard er nýggjur í nevndini, og Jesper Rasmussen, Christian Andreasen og Tummas Hanus Dam fóru úr nevndini. Í triðju og seinastu sendingini um tættir, sum Jógvan Arge hevur yrkt til útvarpið, eru fleiri tættir frá 80 unum og ein einstakur frá 1999. Ein er um laksaflotan, sum varð tikin uttanfyri mark, annar um Frederik í Rituvík, sum ikki slapp í Tinganes og ein triði um Bananrepublikkina Føroyar, sum varð nevnd í sama andadrátti sum fíggjarstøða landsins. Koyrir tú í mjólkabili um arbeiðsmannaverkfallið 1987 er eisini at hoyra eins og tátturin um Karstin millum húsini frá einum starvsmannaverkfalli. Tá KT umleggingin er liðug, verða rokningarnar sendar arbeiðsgevarunum, og tá verða eisini tey Arbeiðsmarknaðargjøld, ið eru fráboðað til Gjaldsskipanina, tikin burturav. Arbeiðsgevarar hava møguleika at avgreiða AM gjaldið í Vinnuglugganum. Í Vinnuglugganum sæst bæði hvussu nógv skal rindast, eins og gjaldið kann avgreiðast har, upplýsir TAKS. Talan er um 28 lógaruppskot, trý ríkislógartilmæli og tvey uppskot til samtyktar, sum Løgtingsskrivstovan fekk seinasta fríggjadag. Uppskot, sum skulu viðgerast í hesari tingsetuni, skulu leggjast fram í seinasta lagi fríggjadagin 6.mars. Og øll 33 málini hjá landsstýrinum verða løgd fram fríggjadagin, tí tá er einasti løgtingsfundur í hesari vikuni. Við teimum 33 uppskotunum, sum nú eru komin, hevur landsstýrið latið løgtinginum 52 uppskot í hesari tingsetuni. 19 uppskot komu frá 29.juli í fjør til 27.februar í ár, og 33 uppskot komu 27.februar. Viðurskiftini hjá samkyndum, tvíkyndum og transpersónum skulu verða sjónligari i skúlanum og aðrastaðni. Tað heldur LGBT, rørslan fyri samkynd, tvíkynd og transpersónar. LGBT hevur sent skrivliga áheitan á Mentamálaráðið, Gigni, Føroya Lærarafelag, Føroya Pedagogfelag og onnur um at virka fyri, at LGBT viðurskifti koma við í námsætlanina hjá fólkaskúlanum, og at LGBT næmingar gerast ein munandi størri partur av fólkaskúlanum, miðnámsskúlunum og tænastunum hjá heilsufrøðingum í skúlunum. Herálvur Jacobsen hevur verið formaður í Lærarafrelagnum síðani tann 14. september í 2010, og ætlar sær eitt skeið aftrat sum formaður. Tann spurningin fer Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum at viðgera á fundi við Búskapar og løgfrøðingafelagið, Akademikarafelagið og Starvsmannafelagið í hesi vikuni. Búskapar og løgfrøðingafelagið sendi Lønardeildini nakrar spurningar um hetta, tá tað kom fram, at Gjaldstovan bjóðaði út eitt verkætlanarleiðarastarv á Keypsportalinum. Eisini Starvs mannafelagið hevur víst á, at starvið sum verkætlanarleiðari á Gjaldstovuni eigur at verða lýst leyst sambært almenna setanarpolitikkinum. Snorri Fjallsbak, stjóri á Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum, sigur, at tað er hesin spurningur, sum verður umrøddur á fundinum í hesi vikuni. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, ásannar í svari til Kristinu Háfoss, tingkvinnu, at tað er óheppið, at orðingarnar í útboðnum eru soleiðis, at talan tað sama kundi verið um eit leyst starv, tí talan er um um eina útbjóðing av eini konsulenttænastu. Við førda fiskivinnupolitikkinum verður stórur munur gjørdur á feløgum, ið reka fiskiveiðu. Feløg, ið hava bestu rættindini, fáa enn betri rættindi útlutað, stendur í tíðindaskrivi frá nevndini í felagnum Línuskip. Men tá nýggj rættindi samstundis verða útlutað undir Føroyum, og vit ikki eru partur av hesum, so er torført at síggja tað lógliga, sakliga og viðkomandi í hesum avgerðum, skrivar felagið Línuskip í tíðindaskrivinum. Dentur hevur verið lagdur á tað grøna, men nú er tað bláa fremst, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í norðurlendskum samstarvi. Samstarvsráðharrarnir hava ábyrgdina av fíggjarætlanini og hava góðar 80 milliónir krónur til øki, sum ráðharrarnir raðfesta fremst. Herfyri settu eigararnir av Deplinum í Skálavík seg í samband við Smyril Line um møguleikan at fáa Smyril Line at reka depilin. Nú er avtalan um leigu av hotellinum gjørd. og í framtíðini verður tað Smyril Line, ið tekur sær av rakstrinum. Hotel Skálavík er nýtt og í góðum standi. Hotellið hevur 25 kømur umframt fundarhøli, matstovu, veitsluhøli, biograf og allar hentleikar til ráðstevnur. Eisini eru tvey stór høli, ið kunnu leggjast saman at rúma upp til 500 gestum. Við Hotel Skálavík kunnu vit bjóða eitt væl røkt, nútímans hotell á einum av vakrastu plássum í Føroyum. Sandoyggin er heilt serlig. Her eru náttúruperlur sum Søltuvík, mentanarupplivingar sum Listasavnið á Sandi, og her er ein tann besta strondin í landinum, sigur hann. Vit hava longu eitt breitt og gott sølunet, bæði í Føroyum og uttanlands, so vit eru brynjað at fara undir hesa ætlan. Vit hava 32 ára royndir við sølu og marknaðarføring uttanlands, og vit hava søluskrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi og Týsklandi. Harumframt hevur Smyril Line sera tætt samstarv við umboð í øllum Skandinavia og í Evropa. Arbeitt verður við at gera sølutilfar, eitt nú eina nýggja heimasíðu við smidligari sølufunktión. Væntandi verður hetta arbeiði liðugt um góðar tvær vikur, sigur Rúni Vang Poulsen, stjóri í Smyril Line, í tíðindaskrivi. Útvarpsrásin Krossfeltið sum heldur til á Glyvrum og sendur lokalútvarp á Skálafjørðinum er nú farin undir regluligar sendingar. Tað er Eyðun Jacobsen sum rekur støðina. Vit vóru og vitjaðu hann eitt kvøldið meðan hann sendi Tveir ungir menn fóru til hendurs, og annar maðurin stakk hin í ryggin. Maðurin fór til kanningar á landssjúkrahúsinum, men fekk ikki stórvegis mein. Eisini verður práta um árið 2014, og tær ætlanir, sum eru á skránni í ár, bæði hjá Guðrið sjálvari og saman við Janusi Rasmussen í duoini Byrta. Føroysk skip tveita stór virði í havið hvørt einasta ár. Og er neyðugt at lóggeva, fyri at fáa virðini upp á land, so eigur tað at verða gjørt. Virðir fyri yvir 100 milliónir krónur verða tveitt fyri borð hvørt einasta ár, og tað líkist ongum, sigur hann. Og Eirikur á Húsamørk ivast ikki í, at tá lóggivið verður, so er bert ein spurningur um tíð, til brotasjógvarnir leggja seg, og tað verður vanlig mannagongd at taka alt til lands. Ein nýggjur byggningur, nýggj setur, tak yvir høvdið, umsitingin er flutt, eitt nýtt starv skal setast og nýggjur tekniskur stjóri skal finnast. Hetta eru stóru broytingarnar, sum fótbólttssamband Føroya er í beint nú. Fótbólttssamband Føroya varð stovnað í 1979, og er í dag størsti NGO felagsskapurin í føroyum. Tað vil siga at tað er størsti felagsskapurin, sum ikki er heftur at politisku stjórnini ella skipanini. Hesin felagsskapurin er móðir at størstu ítróttargreinini í føroyum og er eisini tann ítróttarfelagsskapurin í føroyum, sum umsitur flest pengar. Fleiri hugsa ivaleyst um júst hesar pengarnar, tá tey hoyra um FSF og um útbyggingarnar á tjóðarleikvøllinum. Hoyr samrøðuna við Virgar Hvidbro omanfyri, tá Virgar Hvidbro, aðalskrivari hjá FSF, greiddi frá hvat FSF í veruleikanum er fyri ein felagsskapur Nýggju snotiligu hølini í sunnara endanum á Tórsvølli, sum er nýggi bygningurin hjá umsitingini í FSF. Doris í Garði, arbeiðir í móttøkuni hjá FSF Føroyskir rógvarar fáa íblástur frá danska fleirfaldaða HM og OL meistaranum, Eskild Ebbesen. Hetta vikuskiftið hevur hann verið á vitjan í Føroyum, og fríggjakvøldið helt hann fyrilestur fyri kappróðrarfólki. Edmund Joensen, fólkatingsmaður, sum hevur tikið stig til Náttúrulundina við Streymin, gróðursetti fyrsta træið leygar dagin, tá skipað varð fyri hátíðarhaldi norðan fyri brúnna um Streymin, streymoyarmegin. Tilsamans skulu 70.000 trø setast niður. F imm trø vórðu gróðursett leygardagin. Tey eru ymisk og koma ymsa staðni frá í heiminum, men felags fyri tey er, at øll trívast í føroyska veðurlagnum. Tróndur Leivsson, landsskógarvørður, hevur valt trøini. Edmund Joensen fekk eisini heiðurin at seta grevið á gravkúnni í moldina og at byrja grevsturin av teirri fyrstu veitini, sum skal drena økið. 2014 varð árið , tá Sofus aftur kom fram á føroyska tónleikapallin , og líkt er til , at 2015 verður uppaftur meiri spennandi við bæði konsertum og nýggjari fløgu á skránni . Tað hendir, eftir at Svimjisambandið hevur fingið boð um, at føroyskir svimjarar sleppa ikki at vera við á evropeisku juniormeistarastevnuni í summar, hóast Føroyar áður hava fingið munnligt lyfti um hetta. Men tað er ikki bara sum at siga tað, at reisa sakarmál. Tað kostar pengar nógvar pengar, sigur Rókur í Jákupsstovu, formaður í Svimjisambandi Føroya. Starsvnevndin í Svimjisambandinum Føroya ætlar tí at seta seg í samband við starvsnevndina í Ítróttarsamband Føroya, ÍSF, at umrøða spurningin um fígging í sambandi við eitt møguligt sakarmál. Talan er um eitt rættiliga prinsipielt mál, ikki bara fyri føroyska svimjing, men føroyskan ítrótt yvirhøvur, sigur Svimjisamband Føroya. Evropeiska olympiska nevndin vil ikki viðurkenna Føroyar, hóast Føroyar hava sjálvstøðugan limaskap í Evropeiska Svimjisambandinum. Men ætlanin er nú, at evropeiska olympiska nevndin skal standa fyri stevnuni. Og tá Føroyar ikki hava sjálvstøðugan limaskap í olympisku nevndini, kunnu Føroyar ikki vera við. Skulu føroyskir svimjarar vera við í kappingini, má tað vera undir øðrum flaggi, hevur evropeiska olym piska nevndin boðað frá. Brandur Sandoy, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, vil hava at vita frá Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni, um hann ætlar at broyta ella strika grein 7 a í lógini um landsjørð. Henda greinin kom í lógina í fjør, og hon heimilar at taka nýtslurættin frá festara, um ein kommuna vil leiga lendið til almannagagnligt endamál. Lógarbroytingin varð gjørd, tí lendi skuldi útvegast til golfvøll á Glyvurnesi. Brandur Sandoy sigur, at hetta var sera óumhugsað lógarbroyting, sum kann hava við sær, at øll tann besta búnaðarjørðin verður leigað út til almannagagnligt endamál, hendur enn landbúnað. Brandur Sandoy spyr eisini landsstýrismannin, um hann ætlar at broyta skipanina, har festibøndur, sum leiga almenna jørð, verða noyddir at veðhalda persónliga, skulu teir hava fígging úr Búnaðargrunninum. Hann vísir á, at kjakið um at einskilja jørðina vísti, at tingið er ikki sinnað at selja almennu jørðina. Bøndur hava sera stórar avbjóðingar, og samstundis tykist allar vinnuligur landbúnaður at vera á einum vegamóti. Av tí at talan er um landsjørð, sum bøndur hava í festi, virðisøkja teir ognirnar hjá landinum, samstundis sum teir noyðast at veðhalda persónliga fyri at sleppa at gera neyðugur íløgur fyri at fáa nøktandi rakstur, sigur Brandur Sandoy í viðmerkingunum til fyrispurninginum. Karsten Hansen, landsstýrismaður, hevur biðið løgtingið um heimild til í kunngerð at loyva tannrøktarum at útskriva reseptheilivág. Tannrøktarar hava útbúgving og góðkenning at kanna tenninar á fólki og at gera smærri viðgerðir. Tannrøktarar kunnu starvast á tannlæknastovu, men vanligt er eisini, at teir arbeiða sjálvstøðugt. Tað hevur leingi verið eitt ynski hjá tannrøktarum í Føroyum at fáa sama rætt at útflýggja reseptheilivág sum starvsfelagarnir í Danmark, og tá Heilsuskipanin var til hoyringar gav landsstýrismaðurin lyfti um, at hann fór at arbeiða fyri at broyta lógina. Hetta er sama hækking sum í hinum semjunum, ið eru gjørdar millum fakfeløg á privata arbeiðsmarknaðinum og Føroya Arbeiðsgevarafelag, har Reiðarafelagið fyri Farmaskip er limur. Appelsingula strikan , ið peikar í landsynning, vísir tær, hvønn veg tú skalt hyggja fyri at síggja sólina klokkan 9 40 9 42, tá fulla sólarmyrkingin verður Porkeri, sum er í sunnaru helvt av Suðuroynni, verður hildin at vera ein gomul bygd. Í nógvum uppgangi komu veggir fram, sum verða hildnir at vera frá landnámstíð. Baldur Egholm Petersen, Fríði Olsen og Rókur Holm, sum eru 10 og 11 ára gamlir, hava stóran áhuga fyri seyði, geitum og øllum øðrum lívi í náttúruni, og teir greiða fegnir frá. Súsanna Holm er triðja ættarlið, ið rekur handilin í Porkeri. Hon búði í Danmark, men er fegin um at vera komin aftur í heimbygdina. Niklas Akraberg Poulsen, fyrrverandi politiinspektørur í Føroyum, og konan Anna búgva nú í Porkeri, sum er heimbygdin hjá henni. Niclas hevur nógvan seyð inni hesa ársins tíð. Seyðurin eigur ikki longur at hava fyrsta rætt millum húsini í Porkeri sjey mánaðir um árið. Tað heldur Magnus Hansen, sum sjálvur hevur nógvan seyð. Hansara kemur tó ongantíð á bøin. Ungu hjúnini Oddva og Robert Thomsen hava keypt sær eini eldri seyhús í Porkeri. Tey hava ikki trupulleikar at fáa tíðina at ganga. Hesa vikuna hoyra vit bókina Bankaránið í Sævík, hon er í fimm pørtum. Tað er ein maður, sum eitur Bent Fauerby, sum hevur skrivað bókina og Petur Andreassen hevur týtt til føroyskt. Jón Thorteinson lesur fyri okkum. Tjóðveldi hevur fimm ferðir áður havt uppskotið í tinginum. Fyrstu ferð var í 2004, og tað var áðrenn, føroysku peningastovnarnir fluttu sínar KT skipanir av landinum. Høgni Hoydal spyr millum annað, hvørja heimild, peningastovnarnir hava at krevja, at fólk í Føroyum brúka NemID, og um landsstýrismaðurin hevur góðkent ætlanina hjá peningastovnunum. Gunvør Balle spyr, nú tað er komið fram, at føroyskir svimjarar ikki kunnu taka lut undir føroyskum flaggi í altjóða kapping í Baku í summar, tí Føroyar ikki hava sjálvstøðgan limaskap í Altjóða Olympisku nevndini, IOC. Og um landsstýrismaðurin ætlar at stuðla Ítróttarsambandi Føroya og Svimjisambandi Føroya fíggjarliga ella á annan hátt fyri at fáa staðfest støðu føroyinga í altjóða kappingum, og undir hvørjum flaggi kappast skal. Mentamálaráðið leggur stóran dent á málið í PISA kanningunum, skrivar Skúlablaðið. Mentamálaráðið ger nógv burturúr at orða uppgávurnar væl og greitt, sigur Claus Reistrup, ráðgevi í Mentamálaráðnum, við Skúlablaðið. PISA er ein altjóða kanning, sum mátar førleikar, sum serfrøðingar í OECD londunum halda vera grundleggjandi og neyðugar hjá fólki at hava, so tey kunnu taka av avbjóðingunum í vitanarsamfelagnum, skrivar Skúlablaðið. Í hvørjari PISA kanning verða trý faklig høvuðsøki kannað, lesing, støddfrøði og náttúrulærugreinir. Í ár verður høvuðsdenturin lagdur á náttúruvísindi. Hvør næmingur skal í einum virtuellum rúmi tjatta við ein persón í forritinum í geymanum. Hetta kenna næmingarnir longu frá ymiskum telduspølum, skrivar Skúlablaðið. Innflutningurin til beinleiðis húsarhaldsnýtslu vaks seks prosent í fjør. Frá 2007 til 2011 minkaði tann innflutningurin nógv. Síðani er innflutningurin vaksin eitt sindur á hvørjum ári, men enn verður minni innflutt til húsarhaldsnýtslu, enn í 2007, upplýsir Hagstovan. Eisini er vøkstur í innflutninginum av tilfari til vinnuna, 12 prosent vøkstur í byggitilfari og fimm prosent vøkstur í tilfari til annan ídnað. Bæði í 2012 og 2013 var óvanliga stórur innflutningur av skipum og flogførum. í 2012 innfluttu vit skip og flogfør fyri 1,3 milliardir krónur Tað minkaði niður í góðar 800 milliónir krónur í 2013 og niður í 224 milliónir krónur í fjør. Príslækkingin á olju sæst eisini aftur í innflutninginum. Innflutningurin av brennievni minkaði níggju prosent í virði, og nøgdin minkaði umleið tvey prosent. Størsti vøksturin var í maskinum og amboðum. Innflutningurin var helvtina størri í fjør enn í 2013. Ein stórur partur av vøkstrinum stavar frá vindmyllunum, sum komu til landið í fjør. Útlendska ávirkanin á føroyska tryggingarmarknaðin hevur verið nakað avmarkað, síðani marknaðurin bleiv latin upp fyri íslendskum og donskum feløgum 1.september í 2010. Í løtuni tykjast útlendsku feløgini bara at virka í Føroyum gjøgnum tryggingarmeklarafeløg, og kappingin er eisini økt á hesum øki. Vit hugsa fyrst og fremst um trygdina í netbankanum. Myndugleikarnir mugu taka diskusjónina um talgilda undirskrift til føroyingar. Tað sigur Janus Petersen, formaður í felagnum hjá føroysku peningastovnunum, nú danska skipanin NemID verður tikin í nýtslu í Føroyum. Hóast talgilda undirskriftin er partur av NemID, so verður hesin parturin ikki við, tá føroyskir netbanka brúkarar skulu hava NemID. Á fíggjarlógini í ár eru tilsamans tríggjar milliónir settar av til at kanna, fyrireika og gera eina yvirskipaða ætlan fyri talgildingini av samfelagnum næstu árini. Í hesum kanningararbeiði liggur eisini spurningurin um talgildu undirskriftina. Tað arbeiðið má bara ganga sína gongd, sigur Janus Petersen, nú peningastovnarnir av sínum eintingum seta í gildi skipanina við NemID. Nú klokkan níggju hittast allir teir politisku flokkarnir á fundi í Fiskimálaráðnum at umrøða nýggju fiskivinnuskipanina, sum ætlanin er at seta í verk. Andstøðuflokkarnir hava frammanundan hvør sær verið á fundi í Fiskimálaráðnum, men hetta er fyrsti fundurin, har allir flokkar eru saman. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur biðið umsitingina um at gera eitt uppskot til eina nýggja fiskivinnuskipan. Norsku myndugleikarnir hava gjørt eina avtalu við myndugleikarnar í Hollandi um, at 242 norðmenn skulu sita dómin í Hollandi, og tað skal Noreg rinda 190 milliónir krónur fyri um árið, skrivar Verdes Gang. Fyrstu norðmenninir verða sendir til Hollands eftir summarfrítíðina, og útlendingar, sum eru dømdir í Noregi, skulu eisini til Hollands at sita dómin, stendur í avtaluni. millum annað vísir hann á, at tað er ikki greitt, hvussu viðurskiftini hjá fongslaðu norðmonnunum skulu skipast. Um tað hendir seg, at ein av dømdu norðmonnunum fremur brotsverk, meðan hann situr í Hollandi, er hollendsk lóg galdandi, og ikki norsk lóg, vísir norski umboðsmaðurin á. Norsku fongsulsvørðarnir eru heldur ikki nøgdir við avtaluna. Teir vísa á, at skipanin er ikki tann sama í fongslunum, og tað verður ikki so lætt hjá familju at hitta tey, sum sita í Hollandi. Fólk í Hollandi, sum sita í sama fongsli, sum norðmenninir skulu sita í, eru heldur ikki álvulig við støðuna, tí tey vænta, at teirra umstøður gerast verri, um nógvir norðmenn skulu sita í sama fongsli. Mikukvøldið skipar bindifestivalurin í Fuglafirði fyri stokkakvøldi í hølunum hjá Havnar Arbeiðskvinnufelag í Bøgøtu í Havn. Endamálið er at kunna um stóra bindifestivalin sum verður í Fuglafirði 16 18. apríl. Ein av fyriskiparunum er Eileen Ejdesgaard Tónasmiðurin og tónleikarin, Magnus Johannessen úr Havn, hevur í trý ár lisið á Berklee College of Music. Nú skal verkið hjá honum, Amanda s Tango brúkast til undirvísing og síðan verður tað tikið upp. Tað er Berklee Contemporary Symphony Orchestra, sum spælir Tað eru nú 14 dagar síðani at morgunkórið hevði sína fyrstu venjing. Í januar leitaði morgunsendingin eftir føroyingum, sum ynsktu at vera við í einum kóri við óroyndum kórsangarum. Morgunsendingin setti seg í samband við kórleiðaran Sigrið Sivertsen, og eftir hon tugdi uppá fyrispurningin í eina nátt, so var hon til reiðar. Áhugin var sera stórur millum fólk og eini 90 fólk mannað nú kórið. Hon venur kórið eitt kvøld um vikuna í umleið 2 tímar. Morgunsendingin er til staðar til hvørja venjing. Tveir partaeigarar, Fíggingargrunnurin frá 1992 og Henrik Lind Invest ApS, skjóta upp at at velja hesi í nevndina á aðalfundinum Stine Bosse, fyrrverandi forstjóri í Tryg, er í uppskoti at gerast forkvinna, Rúni Vang Poulsen, forstjóri í Smyril Line, Súsanna Poulsen, forstjóri í Hjelmeland Sparekasse í Noregi, umframt Jógvan Jespersen, stjóri í felagnum Nótaskip. Hon hevur staðið á odda fyri eini av størstu fíggjarligu fyritøkunum í Norðanlondum, og síðani i sitið í nevndini fyri størsta norðurlendska bankanum, Nordea, umframt í eini av størstu fyritøkunum í Evropa, týska fíggjarsamtakinum Allianz. Tað sigur ikki so lítið um bankans sterku støðu, at hon vil átaka sær at bera stafettina víðari, sigur Klaus Rasmussen. Danski tónleikabólkurin Figura hevur royndir við føroyskum tónleiki og tónleikarum. Tay hava spælt saman við føroyska kórinum Mpiri í nýggju operaini í Keypmannahavn, og tey hava eisini áður verið á vitjan í Føroyum. Tey hava konsertir í ymsum skúlum kring landið í samband við Listaleypin. Síðani SEV varð stovnað, hava kommunurnar í felag staðið fyri el framleiðsluni her á landi. Men spurningurin er, um tað verður støðan frameftir. Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, heldur ið hvussu er, at landið eigur at yvirtaka SEV. Støðan hjá landinum verður staðfest í frágreiðing um ognarskap og bygnaðin á el orkuøkinum í Føroyum, sum ein arbeiðsbólkur herfyri handaði Johan Dahl, landsstýrismanni. Har mæla umboðini fyri landsstýrið til, at landið yvirtekur SEV, meðan umboðini fyri SEV og kommunurnar halda, at kommunurnar í áratíggju hava røkt ábyrgdina til lítar, og hava megnað at bygt upp eina vælvirkandi og framkomna elveiting. Spurningurin, hvør skal hava streymveitingina um hendi og um kommunurnar skulu hava endurgjald fyri SEV er evnið í Kjakinum eftir Dag og Viku í kvøld. Gestir hjá Boga Godtfred verða Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, og Heðin Mortensen, borgarstjóri og formaður í Kommunufelagnum. Tað hevur alstóran týdning, at føroyingar sleppa at vera við í altjóða kappingum undir føroyskum flaggi. Og tí skulu Føroyar hava sjálvstøðugan limaskap í Altjóða Olympisku nevndini. Tað sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, sum fer at stuðla svimjisambandinum og ÍSF í kravinum um føroyska luttøku á svjimistevnu í Baku í summar. Fyrst í februar í fjør fingu fýra skiparar 150.000 krónur í bót hvør, og Føroya rættur avgjørdi, at hald skuldi leggjast á reiðskap og veiði hjá fýra skipum fyri tvær milliónir og 175.000 krónur Flakatrolarin Vesturvón og uppsjóvarskipið Finnur Fríði trolaðu saman, og flakatrolarin Gadus og uppsjóvarskipið Næraberg trolaðu saman í stongda kassanum. Í Føroya rætti helt ákæruvaldið uppá, at kassin var stongdur fyri allari trolveiðu yvirhøvur. Verjin hjá skiparunum segði, at forboðið bara var galdandi fyri botnfisk, ikki fyri uppsjóvarfisk. Ákærin kravdi eisini, at skipini mistu allan reiðskapin, tey høvdu umborð, eisini reiðskapin, tey brúka til dømis í Barentshavinum. Men her fekk verjin viðhald. Hald varð bara lagt á reiðskapin, sum skipini brúktu á stongdu leiðini. Og ta avgerðina skeyt ákæruvaldið síðani inn fyri Landsrættin. Og skipararnir og reiðaríini hava síðani kontraappellerað við kravi um frídøming, tí forboðið at fiska í kassanum norðanfyri sambært teimum bara var galdandi fyri botnfisk. Landsstýrið heldur fram við ætlanini at talgilda føroyska samfelagið, og okkara serfrøðingar eru sera ivasamir, um NemID er rætta loysnin, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður. Jóhan á Plógv Hansen sigur, at hann hevur spælt fyri Skanderborg síðan hann var sekstan ára gamal, og tíðin var komin til at royna okkurt nýtt. 21 ára gamli vongurin hevur longu umboðað danska U 21 landsliðið, og hann heldur, at hann nú er eitt fet nærri dreyminum um at umboða A landsliðið. Jóhan á Plógv er toppskjútti hjá Skanderborg við 81 málum. Hann skiftir til Bjerringbro Silkeborg 1.juli. Sáttmálin er galdandi til 2018. Brislingur er undir Føroyum, men Havstovan hevur ikki gjørt regluligar kanningar av brislingi, og tí veit Havstovan lítið um brisling við Føroyar, skrivar stovnurin á heimasíðuni. Fyri fyrstu ferð hava allir andstøðuflokkarnir havt fund við samgonguna í senn um fiskivinnunýskipanina. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sigur, at ætlanin er at hava fleiri fundir við andstøðuna. Landsstýrismaðurin hevur boðað frá, at hann í næstum fer at senda uppskot um fiskivinnunýskipan til hoyringar, men nær uppskotiðverður liðugt, er ikki greitt enn. Hoyr Jacob Vestergaard í útvarpstíðindunum. Í summar eru kanningarnar lidnar, og tá ber til av álvara at fara at leita eftir pengum til Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin. Men partafelagið Sandoyar og Eysturoyartunlar hevur longu fingið fyrispurningar frá lánveitarum uttanlands. Partafelagið keypti kanningarnar, sum gamla felagið, Skálafjarðartunnilin, gjørdi. Men neyðugt er kortini at gera fleiri kanningar, sigur Teitur Samuelsen, stjóri í P f Sandoyar og Eysturoyartunlar. Hvør skal gjalda dagbøturnar og endurgjaldið, sum tey trý kringvarpsfólkini, Dia Midjord, Liljan Weihe og Jan Lamhauge eru dømd at gjalda Tey sjálvi ella Kringvarpið Mouritz Mohr, stjóri, og Petur Háberg Jaocbsen, nevndarformaður, umboða Mest, og Jóhan Mortensen, sum er kendur í Orknoyggjum, verður eisini í ferðalagnum. Tað byrjaði sum tónleikur til ein sjónleik, men endaði sum ein stórfingin fløguútgáva til 90 ára dagin hjá William Heinesen fyri fjórðingsøld síðani. Tórshavnar Býráð gav út. Einki varð spart orkestrið hjá Danmarks Radio spælir, kendir norðurlendskir solistar sum Tommy Kørberg og Sanne Salomonsen syngja, íslendska Mezzoforte spælir eisini á einum lagi. Kortini hevur fløgan verið lítið spæld, og í dag 25 ár eftir útgávuna er hon meira at kalla gloymd. Men fert tú at lurta, undrast tú á, at so er, tí tónleikurin er avgjørt verdur at lýða á. Hann sigur, at hóast peningastovnarnir longu hava kosið sær NemID, fer tað ikki at órógva arbeiðið hjá landinum at gera eina føroyska loysn, tí peningastovnarnir fara ikki at brúka tann partin av NemID, sum umfatar talgildu undirskriftina. Men Eiðis kommuna, sum eigur skúlan á Oyrabakka saman við Sunda kommunu, góðtekur ikki broytingarnar, ið grannakommunan hevur í hyggju at fremja. Tað verður sera trupult at finna semju um eina nýskipan í hesum valskeiðnum. Tí enn er onki ítøkiligt uppskot um fiskivinnunýskipan lagt fram, og stórar ósemjur eru framvegis um grundleggjandi øki. Tað siga formenninir í Tjóðveldi, Javnaðarflokkinum og Framsókn, sum í gjár fyri fyrstu ferð vóru saman á fundi við samgonguna um fiskivinnunýskipanina. Hesa vikuna hoyra vit bókina Bankaránið í Sævík, hon er í fimm pørtum. Tað er ein maður, sum eitur Bent Fauerby, sum hevur skrivað bókina og Petur Andreassen hevur týtt til føroyskt. Jón Thorteinson lesur fyri okkum. Størstu partaeigararnir í BankNordik høvdu ikki álit á, at nevnd bankans fór at seta ta kós, sum partaeigarnir vilja hava í framtíðini. Fíggingargrunnurin frá 1992, sum umsitur tey 34 prosentini av bankanum, sum landið eigur, og danska Lind Invest, sum keypti tíggju prosent fyri góðum tveimum árum síðani, vilja hava onnur fólk í nevndina. Í einum tíðindaskrivi sigur Lind Invest, at felagið hevur tosað við aðrar partaeigarar í BankNordik. Stóru partaeigararnir eru samdir um, at teir hava ikki somu hugsan um marknaðarviðurskiftini í framtíðini sum bankin hevur. Avleiðingin er, at partaeigarar vilja hava onnur fólk at viðgera strategiina hjá bankanum. Hetta er tað sama, sum formaðurin í Fíggingargrunninum, Rúni Vang Poulsen, segði við Útvarpið í gjár. Tá Lind Invest keypti partabrøv í BankNordik fyri góðum tveimum árum síðani, segði Henrik Lind í Lind Invest við Finanswatch, at hann ætlaði sær ikki í nevnd bankans fyri á tann hátt at fáa ávirkan á bankan. Slíkir partaeigarar eru vit ikki. Vit hava ikki 27 góð hugskot til leiðsluna í BankNordik, segði Henrik Lind fyri tveimum árum síðani. Nú heldur Lind Invest, eins og Fíggingargrunnurin og møguliga eisini aðrir partaeigarar, at BankNordik krevur broytingar, og tí, sum sagt verður, er brúk fyri frískum eygum í nevndini, skal bankin mennast rætta vegin. Vit hava gjørt eina íløgu, sigur Henrik Lind við Finanswatch, og vit vilja hava ávirkan á, hvussu hon verður umsitin og brúkt. Og viðhvørt er brúk fyri broytingum. Lind Invest sigur í tíðindaskrivi, at tey eru ovurfegin um altjóða royndirnar, sum nýggju nevndarlimirnir hava, tey eru Stine Bosse, Rúni Vang Poulsen, Súsanna Poulsen og Jógvan Jespersen. Hesi fólkini hava bæðí royndirnar og førleikarnar at skapa virði fyri BankNordik í framtíðini til frama fyri vinnuna, samfelagið, kundarnar, starvsfólkini og partaeigararnar, sigur Lind Invest. Hóast tað skuldi kunngerast seinasta fríggjadag, varð tað ikki fráboðað fyrr enn í gjár á Keypsportalinum, hvør vann kappingina um verkætlanarstarvið hjá Gjaldstovuni. Leif Abrahamsen, stjóri á Gjaldstovuni, Marjun Hanusardóttir, stjóri á Løgmansskrivstovuni, Bjørgfríð Ludvig, aðalstjóri í Vinnumálaráðnum, Bjarni Askam Bjarnason, aðalstjóri í Fíggjarmálaráðnum, Ólavur Ellefsen í Vinnuhúsinum og Eyðun Christiansen, skrivari í Kommunufelagnum, viðgjørdu umsóknirnar og avgjørdu, hvør skuldi fáa starvið. Vanliga verður eisini upplýst á Keypsportalinum, hvør annar enn tann, sum vann útboðið, bjóðaði, men tað er ikki gjørt í hesum førinum. Neyðugt er eisini at hava yvirskipað fíggjarligt eftirlit, sum støðugt heldur eyga við fíggjarligu váðunum í samfelagnum og fíggjargeiranum sum heild, sigur Kristina Háfoss í Tjóðveldi, sum vil hava løgtingið at fáa landsstýrið at stovna Fíggjarligt váðaráð. Tað verður stórvask á aðalfundinum í BankNordik á Hotel Føroyum fríggjadagin 25. mars klokkan 17. Tá verður øll nevndin í BankNordik eftir øllum at døma skift. Tveir av høvuðspartaeigarunum Fíggingargrunnurin frá 1992, sum eigur 34 prosent av bankanum, og Lind Invest ApS, sum eigur 10 prosent hava boðað keypsskálunum frá, hvørjar fýra persónar teir vilja hava aðalfundin at velja í nevndina. Talan er um donsku vinnulívskvinnuna Stine Bosse, sum skal vera nýggj nevndarforkvinna. Hini trý eru Rúni Vang Poulsen, stjóri í Smyril Line og nevndarformaður í Fíggingargrunninum, Jógvan Jespersen, stjóri í Felagnum Nótaskip, og Súsanna Poulsen, stjóri í norska Hjelmeland Sparekasse. Klaus Rasmussen hevur verið nevndarformaður í BankNordik síðani 2008. Eitt tíðarskeið, har bankin er skrásettur á keypsskálunum og tvífaldaður í vavi. Soleiðis vísti bankin í nýggjasta ársroknskapinum á, at 60 prosent av inntøkunum hjá føroyska bankanum nú stava frá virkseminum í Danmark, Grønlandi og Íslandi. Nei, eg havi onga grundgeving fingið. Eg ímyndi mær bara, at partaeigararnir vilja hava nýggj eygu í nevndina, sigur Klaus Rasmussen. Hann hevur ikki hug at gera eina samrøðu við útvarpið. Men Klaus Rasmussen sigur seg tó vera nøgdan við ta støðu, sum bankin er komin í síðstu sjey árini. Tú kanst sjálvandi siga, at bankin hevur ikki megnað at forrenta sín eginpening nóg væl, og kursurin á partabrævinum er framvegis ov lágur. Men tann støðan skal síggjast í ljósinum av fíggjarkreppuni og tí søguliga lágu rentu, sum í løtuni tyngir einhvønn bankarakstur, sigur Klaus Rasmussen og heldur fram BankNordik er í dag ein sunn og væl rikin fyritøka. Normalar tíðir koma aftur, og bankin er førur fyri at tjena pengar og forrenta sín eginpening. Klaus Rasmussen sigur seg hvørki hava krav um ella tørv á eini frágreiðing, hví hann ikki longur skal halda fram sum nevndarformaður í einum banka, sum sambært bæði nevnd og leiðslu gongur so sera væl. Tráðspurdur svarar hann turrisliga Í eini fráboðan frá Lind Invest ApS stendur, at millum stóru partaeigararnar er semja um, at tey marknaðarviðurskifti, sum partaeigararnar rokna við næstu árini, á einstøkum økjum ikki samsvara við ta fatan, sum bankin í dag hevur av framtíðini. Tí vilja partaeigararnir hava onnur eygu at hyggja eftir strategi bankans. Hinir, skjótt fyrrverandi nevndarlimirnir í BankNordik, eru næstformaðurin Jens Erik Christensen, Niels Vestermark og Nils Sørensen. Fyri minni enn einum ári síðani varð Rúni Vang Poulsen valdur til formann í Fíggingargrunninum frá 1992, sum eigur 34 av BankNordik. Í dag byrja samráðingar aftur um býtið av makrelinum. Tað eru Føroyar, sum nú standa á odda fyri samráðingunum, og tí eru samráðingarnar í Føroyum. Tað er tilmælið hjá ICES, hvussu makrelstovnurin skal umsitast, sum er á skránni í samráðingunum, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum Skálhøvdi við sínum fría útsýni eystureftir verður savningsstað til sólarmyrkingina 20. mars. Og tá sólin er komin afturíaftur, ber til hjá gestum og bygdafólki at vera við til ymisk tiltøk niðri í bygdini. Skálavík spílar seg út henda dagin. Vit tosaðu við Nannu Bjarnarson Seinnu árini eru fleiri og fleiri fólk rakt av astmu ella allergi og ofta vísir tað seg, at tað eru heilsuligir trupulleikar, ið tíðum verða tengdir at vánaligari inniluft og blámusoppi, sum er orsøkin. Føroya astma og allergifelag, skipar fri kunnandi tiltaki um vikuskiftið. Føroya Astma og Allergifelag hevur júst prentað bókling, sum hevur heitið Soleiðis fært tú góða inniluft , sum ókeypis verður at fáa undir tiltakinum. Eisini er faldari við heitinum Hvussu ávirkar blámusoppur heilsuna til taks. Saman við universitetunum Ilisimatusarfik í Grønlandi, Háskólan á Akureyri, Háskúla Íslands í Reykjavík og Universitetet i Nordland á vesturstrond Noregs fer Fróðskaparsetur Føroya á heysti í 2015 undir eina nýggja altjóða og tvørfakliga masterútbúgving í útnorður námi, almennari fyriskipan og burðardyggari leiðslu. Í annaðkvøld skipar Norrøna ungmannafelag Føroya fyri einum tiltaki, á søgu og samfelagsdeildini klokkan19 21.00. Lau Øfjord Blaxekjær útbúgvingarleiðari fer at greiða frá nýggju útbúgvingini. Les meira um útbúgvingina her. Hoyr samrøðuna við Lau Øfjord Blaxekjær, útbúgvingarleiðara og Christoffur Gert Nielsen, næstformann í Norrøna ungmannafelag Føroya. Djóni Kunoy heldur at vit skulu hava virðing fyri føroysku náttúrini og tískil eisini tá vit ganga fjøllini. Hann heldur at hvør oyggj av øllum átjan hevur sín vakurleiki, eingin stendur frammanfyri hina. Orsøkin til avgerðina var rakstrarhall, vantandi undirtøka frá børsskrásettu fyritøkunum og tann veruleiki, at føroysk partafeløg bóðu um at verða strikað í íslendska keypsskálanum. Virðisbrævamarknaðurin varð stovnaður tann 7.november í 2000 fyri at skapa virði fyri føroysku fyritøkurnar, sum vóru skrásettar í keypsskálum, og fyri at byggja íleggjaraumhvørvi í Føroyum. Eginognin hjá P f Virðisbrævamarknaðinum var 11,4 milliónir krónur tann 31.desember í 2013. Hallið í 2014 var 275.000 krónur, og tað kostaði 315.000 krónur til advokat og grannskoðara at avtaka felagið. Eftir vóru 10,8 milliónir at býta millum teir 12 partaeigarnar. Fíggjarmálaráðið fekk átta milliónir krónur. Gjaldstovan fer ikki at bjóða tænastuna sum verkætlanarleiðari út av nýggjum, hóast áheitanir frá bæði fakfeløgum og politikarum í andstøðuni, sum siga, at almenni setnarapolitikkurn er brotin. Talan er ikki um eitt starv, men um veiting av eini tænastu. Tí er einki óreguligt farið fram, sigur Leif Abrahamsen, stjóri á Gjaldstovuni. Fyri minni enn einari viku síðani fegnaðust leiðsla og nevnd í BankNordik um eitt úrslitið, sum var 157 milliónir krónur fyri 2014. Ros varð seldur á almennum uppboði, og inn komu trý boð. Hægsta boðið, 100.000 krónur, átti eitt norskt felag. Men tað varð tikið aftur . Áðrenn skipið varð lýst til sølu, hevði ákæruvaldið roynt at fingið fatur á russsiska bankanum, sum hevur veðhald í skipinum. Eisini hevur verið roynt at fáa samband við bústjóran, men tað hevur heldur ikki eydnast, kanska tí trotabúgvið er uppgjørt. Ros varð saman við einum øðrum skipi tikin fyri ólógligan fiskiskap undir Føroyum á sumri 2008. Skipararnir fingu 100.000 krónurí bót í part, umframt at hald varð lagt á veiðu og reiðskap. Ákæruvaldið metti, at tað var nóg mikið at leggja hald á annað skipið, tí tað kundi tryggja, at bótin varð goldin, og at peningur fekst fyri tað, sum hald varð lagt á. Hvussu og er og ikki, ákæruvaldið, sum legði hald á Ros, noyddist at rinda havnargjald fyri skipið, og talan hevur verið um einar 10.000 krónur um mánaðin. Sostatt hevur skipið kostað fútanum hesi skjótt átta árini, tað hevur ligið við bryggju í Kollafirði, 780.000 krónur í havnagjaldi. Millum nógvu uppskotini, sum løgtingsfólk fáa fríggjadagin, er ein heilt nýggj lóg úr Mentamálaráðnum. Sambært henni kunnu privatu fjølmiðlarnir, sum fáast við tíðindaflutning, søkja um stuðul úr landskassanum. Sambært uppskotinum kann hvør miðil fáa í mesta lagi 200.000 krónur til blaðútbering, 150.000 krónur til sendinet og 500.000 krónur til redaksjónina. Eitt blað kann til dømis fáa í mesta 700.000 krónur úr landskassanum. Ein fjølmiðil, sum hevur bæði blað og útvarp, kann fáa 850.000 krónur Fyrsti stuðulin verður latin sambært teimum útreiðslum, sum umsøkjarar høvdu í fjør. Sambært lógaruppskotinum skal landsstýrismaðurin í mentamálum seta eina Miðlastuðulsnevnd at gera tilmæli um, hvør skal fáa stuðul. Í nevndini vera trý fólk, Felagið Føroysk Miðlafólk tilnevnir tvey og Fróðskaparsetrið eitt. Í fíggjarlógini fyri 2015 eru tvær milliónir krónur settar av til miðlastuðulin. Lógaruppskotið hevur verið til hoyringar. Sambært Bjørn Kalsø, landsstýrismanni, er onkur tillaging gjørd í uppskotinum. Sambært uppskotinum verður stuðul latin tíðindamiðlum, sum í stóran mun hava kritiskan journalistikk, kunna um aktuell føroysk samfelagsviðurskifti og viðgera viðkomandi útlendsk ella altjóða viðurskifti úr einum føroyskum sjónarhorni. Meginendamálið við at veita redaksjónsstuðul er at tryggja, at tilfar, sum verður givið út ella almannakunngjørt, er redaktionelt viðgjørt og eftirkannað. Harumframt er endamálið at birta upp undir eina álítandi tíðindamentan, sum ger, at fólk við vissu kunnu lesa, síggja og hoyra tíðindi við trúvirði. Nakrar síður við øðrum treytum fyri at fáa stuðul eru í viðmerkingunum í lógaruppskotinum. Treytirnar eru so neyvar og umfatandi í lógaruppskotinum, at ikki er vist, at neyðugt verður at gera kunngerðir afturat lógini. Vit ætla at gera Føroya higartil størsta myndasavn á netinum. Tí vilja vit fegin eisini síggja tínar myndir, so vit kunnu vísa øllum umheiminum søguligu løtuna fríggjamorgunin 20. mars 2015. Hvussu fyrireikar tú teg Hvussu sær tað út, har tú ætlar tær at verða Hvørjum ert tú saman við søguligu løtuna Hvussu sær sólarmyrkingin út, har tú verður Gert tú okkurt serligt burturúr Tú ert vælkomin at vísa okkum myndir bæði frá fyrireikingunum áðrenn søguligu løtuna, eins og vit fegin vilja vísa okkara lesarum, hvussu tað sá út, tá fulla sólarmyrkingin rakti Føroyar. Fyri at vit kunnu vísa tínar myndir í myndasavninum, mást tú taka niður appina Instagram á tína fartelefon, hevur tú hana ikki frammanundan. 4. Skriva ein stuttan tekst , og minst til at frámerkja myndina FaroeIslandsEclipse , sum dømið niðanfyri her vísir. Vel bláa V teknið ovast til høgru So er myndin send til Instagram, haðani okkara myndasavn fær myndirnar. Innkomnu myndirnar fara vit at vísa tær á kvf.fo. Vit kunnu ikki tryggja, at tað verður gott veður, at himmalin verður klárur og at tú fært frítt útsýni til sólina fríggjamorgunin 20. mars, tá løtan verður avmyndað. Vit kunnu tó geva tær tey ráðini, at royna at fáa umhvørvið og fólk við á myndirnar, soleiðis at tað ikki bert verða myndir av sjálvari sólini, fer hon at síggjast. Kunnu fólk á myndunum eyðmerkjast, eigur tú at fáa loyvi frá teimum, áðrenn tú sendir myndirnar inn og tær koma í myndasavnið á kvf.fo Gloym ikki at njóta løtuna, tá full sólarmyrking verður, hóast tú tekur myndir til myndasavnið, vit ætla skal verða tað størsta í Føroyum higartil á netinum. Kringvarp Føroya goymir ongar myndir á okkara egna teldukervi. Vit halda okkum til galdandi reglugerðir hjá Instagram, ið eru galdandi fyri triðjapart. Myndasavnið, ið kemur á kvf.fo, vísir myndirnar, ið liggja á ambætarum hjá Instagram og ikki á ambætarum hjá okkum í Kringvarpinum. Fiskimálaráðið hevur einki dømi um, at loyvi eru sýtt, men fleiri dømi eru um, at Fiskimálaráðið hevur mett, at treytir, serliga í partaeigaraavtalum og lánsavtalum, hava ikki samsvarað við treytirnar í lógini um vinnuligan fiskiskap. Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, í svari til Páll á Reynatúgvu, løgtingsmann, sum spurdi um útlendskan kapital og ræðisrætt í fiskivinnununi. Í flestu førum hevur verið talan um uppskot um avtalur, sum eru lagdar fyri Fiskimálaráðið, áðrenn tær eru endaligar, og tí eru treytirnar í avtalunum broyttar, áðrenn tær eru gjørdar, sigur landsstýrismaðurin. Fiskimálaráðið og Vørn vita einki um, at Fiskimálaráðið hevur góðkent, at veiðiloyvi, fiskiloyvi og veiðirættindi verða latin feløgum ella flutt millum skip, har útlendskur kapitalur gjøgnum lánsavtalur, pant í skipum ella aðrar avtalur hevur veruliga ognar og avgerðarrættin á fiskifarinum. Bert ábyrgdarpeningur skal roknast uppí, tá avgerðin verður tikin, um markið er rokkið, hvussu stóran part av føroyskum fiskiførum, útlendingar kunnu eiga. Fiskimálaráðið kannar tó altíð, um tað í láns ella veðavtalum eru treytir, sum flyta avgerðarrættin til útlendingar, sigur Jacob Vestergaard. Fiskimálaráðið hevði eftirkanningina um hendi, men síðani 1. juli í fjør hevur Vørn havt umsitingina, tí sparitiltøk vórðu sett í verk í Fiskimálaráðnum. Ársins útgáva Ave Ave Call for a Revolution Hogni Leipzig Orka The Color of Dark Eivør Ginman Time Dánjal Ársins bólkur einstaklingur AVE Brynjolfur Høgni Lisberg Orka Sakaris Ársins sangur Back against the Wall Hogni Myrka blátt Greta Svabo Bech Oyðin Ave Raindrops Dánjal Tú hevur tær dýrastu perlur Guðrið Hansdóttir Eitt starvsfólk í einum peningastovni í Føroyum er ákært fyri at hava gjørt ólógligar flytingar í peningastovninum. Talan er um tíðarskeiðið frá desember 2010 til juli 2012. Innanhýsis grannskoðanin sett at skjalprógva ólógligu flytingarnar, og tað vísti seg, at talan var um 900.000 krónur, sum viðkomandi hevði flutt sær sjálvum. Stóri streymframleiðarin SEV og lítli framleiðarin Røkt, hava hvør sína hugsan um, hvør skal eiga netið, ið flytir streyin út í hvørt heim. Røkt heldur, eins og landsstýrismaðurin, at el netið skal skiljast frá SEV fyri at fáa kapping á økið. Russiski anstøðuleiðarin, Boris Nemtsov, var leygardagin myrdur í Moskva. Ragnar Johannesen, búsitandi í Moskva, sigur sína hugsan um støðuna eftir morðið. Forboð átti at verið sett fyri at brúka lasarapennar í Føroyum, sigur Elin Holm, eygnarlækni á Landssjúkrahúsinum, í samrøðuni, sum kanst hoyra her. Hesa vikuna hoyra vit bókina Bankaránið í Sævík, hon er í fimm pørtum. Tað er ein maður, sum eitur Bent Fauerby, sum hevur skrivað bókina og Petur Andreassen hevur týtt til føroyskt. Jón Thorteinson lesur fyri okkum. Stýrini fyri sjálvsognarstovnarnar, Tekniska Skúla í Tórshavn og Føroya Handilsskúla, taka undir við at avtaka sjálvsognarstovnarnar og skipa ein almennan skúladepil, boðar Mentamálaráðið frá í tíðindaskrivi . Sambært lógaruppskoti, sum verður lagt fyri Løgtingið, er ætlanin at skipa depilsráð, sum gevur vinnuni ávirkan á yrkisfakligu útbúgvingarnar á skúladeplinum. Søkt verður í næstum eftir depilsstjóra fyri Marknagilsdepilin, sum fer at umfata alt virksemið, sum er í Tekniska Skúla í Tórshavn, Føroya Handilsskúla í Tórshavn og Føroya Studentaskúla og HF skeiði. Avtalað er, hvussu sambandið verður millum verandi leiðslur og depilsstjóran inntil flutt verður inn í nýggja skúladepilin á sumri 2016. Kappingareftirlitið kunngjørdi í gjár, at Gunnar Justinussen hevur við felagi sínum, sum eitur Sp f Tinka, saman við P f Dekksentrinum, sum hann eigur saman við Rúna Lindberg, stovnað nýtt felag, sum eitur Sp f VL 43. Hetta nýggja felag, Sp f VL 43, hevur keypt allan partapeningin í P f Bilasøluni. Gunnar Justinussen eigur frammanundan P f Wenzel, sum selur bilmerkini Ford og Volvo, og P f Bilasølan selur VW, Mazda, Audi og Seat. Jústinus Eidesgaard sigur seg vera eina andaliga menniskju. Hann sigur, at hann veit Guð og Jesus eru til, tí Jesus sýndi Seg fyri honum. Jústinus dámar væl at djúphugsa. Tí í friðinum hoyrir hann Guð. Herfyri fór Jústinus til India fyri at nema sær meiri kunnleika um meditatión. Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, og Jákup Pauli Johannesen, arkitektur hjá FuglArk, hava skrivað undir sáttmálan um nýggja skúlan, skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðuni . Arbeiðið verður boðið út í august, og fyrsta byggistig skal vera liðugt í mai 2018. Skúlin verður umleið 4.000 fermetrar, skrivar kommunan. Matvørueftirlitið rópar varskó og hevur hert eftirlitið við alingini. Hóast flestu evnini virka illa, brúka alarar bara meira og meira. Nógv meira lúsaeitur varð brúkt í Noregi í fjør enn í 2013, nýtslan er fleirfaldað. Í staðin fyri at halda fram at brúka evni, sum ikki virka kortini, eiga alarar at taka laksin fáa teir ikki bast lúsini á annan hátt, siga myndugleikarnir. Evni, sum verða brúkt móti laksalús, skaða bæði umhvørvið og skeljadjór. Norska fiskimálaráðið og umhvørvismálaráðið hava biðið havgranskingar stovnin kanna, hvørja ávirkan, lúsaeitrið hevur á umhvørvið. Tá kanningin er liðug, verður avgjørt, hvørji nýggj tiltøk skulu setast í verk móti lúsaeitrinum. Fiskimálaráðið hevur tó longu boðað frá herdum krøvum, tá alibrúk avlúsa. Krøv verða sett fiskadjóralæknum, sum ávísa heilivág fyri laksalús. Leygardagin 14. mars skipar Krabbameinsfelagið fyri Grannakaffi har endamálið er at savna pengar inn til felagið samstundis sum tey sum møta upp fáa ein kaffimunn og okkurt gott afturvið Terji Giovanni Djurhuus sum býr í Keypmannahavn stovnaði fyrr í vikuni facebook bólkin Føroyaførningur har fólk kunnu heita á onnur sum ferðast millum Danmark og Føroyar kunnu taka lutir við fyri hvønn annan. Morgunsendingin skipar listatiltakið saman við Kinnu Poulsen, listaummælara. Verkið, sum Kinna Poulsen dámar best, hevur Diana Nygaard tikið. Allar myndirnar kunnu síggjast í myndaskjáttuni her Meira enn 1.200 mans skutu harur í Føroyum í fjør. Tað vísir yvirlit í nýggju frágreiðingini, Haruveiðan í Føroyum 2014 , ið er kunngjørd á heimasíðuni hjá Fróðskaparsetrinum. Tilsamans 9.400 harur vórðu skotnar á 1.123 túrum í 348 hagapørtum kring landið í 2014, skrivar Eyðfinn Magnussen, lívfrøðingur, ið hevur gjørt frágreiðingina. Raskastir vóru vestmenningarnar í Útihaganum á Bjørgum. Teir fingu 214 harur, sum teir skutu á 11 túrum. Teimum á baki komu sørvingarnir í Norðurtriðingi, norðaraparti teir fingu 203 harur á 14 túrum. Kanningin vísir, at í fjør vórðu flestu harurnar skotnar í Streymoynni tilsamans 3.924 harur, sum svarar til slaka helvt av øllum harunum. Hetta er umleið tað sama sum í 2013 og 2012. Umframt at greiða frá haruveiðuni í Føroyum í fjør, verður eisini í frágreiðingini greitt frá tíðarskeiðinum, tá loyvt er at skjóta harur í Føroyum og hvussu hetta tíðarskeiðið er broytt síðani 1881. Aftast í frágreiðingini er listi, sum vísir úrslitini frá hvørjum einstøkum av teimum 1.123 harutúrunum, sum vórðu gingnir í 2014, skipaður eftir oyggj, bygd, hagaparti og dato. Mikukvøldið, 11. mars verður alment harukvøld í Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna. Har fer Eyðfinn Magnussen, lívfrøðingur, at greiða frá úrslitunum fyri haruveiðina og frá søguligum tilfari um haruveiði í Føroyum. Tveir royndir harumenn, Jógvan Durhuus og Petur Højgaard, fara eisini at greiða frá haruskjóting í Vestmanna mikukvøldið í næstu viku. Tó kemur ikki longur so nógv upp á land sum fyrr, tí talið á snellubátum á Norðhavinum er nógv minkað seinastu árini. Bert ein triðingur av bátunum, sum plagdu at koma til Eiðis í vártíðini, er at síggja har norðuri nú. Millum nógvu uppskotini, sum løgtingsfólk fáa fríggjadagin, er ein heilt nýggj lóg úr Mentamálaráðnum. Sambært henni kunnu privatu fjølmiðlarnir, sum fáast við tíðindaflutning, søkja um stuðul úr landskassanum. Sambært uppskotinum kann hvør miðil fáa í mesta lagi 200.000 krónur til blaðútbering, 150.000 krónur til sendinet og 500.000 krónur til redaksjónina. Eitt blað kann til dømis fáa í mesta 700.000 krónur úr landskassanum. Ein fjølmiðil, sum hevur bæði blað og útvarp, kann fáa 850.000 krónur Fyrsti stuðulin verður latin sambært teimum útreiðslum, sum umsøkjarar høvdu í fjør. Sambært lógaruppskotinum skal landsstýrismaðurin í mentamálum seta eina Miðlastuðulsnevnd at gera tilmæli um, hvør skal fáa stuðul. Í nevndini vera trý fólk, Felagið Føroysk Miðlafólk tilnevnir tvey og Fróðskaparsetrið eitt. Í fíggjarlógini fyri 2015 eru tvær milliónir krónur settar av til miðlastuðulin. Lógaruppskotið hevur verið til hoyringar. Sambært Bjørn Kalsø, landsstýrismanni, er onkur tillaging gjørd í uppskotinum. Sambært uppskotinum verður stuðul latin tíðindamiðlum, sum í stóran mun hava kritiskan journalistikk, kunna um aktuell føroysk samfelagsviðurskifti og viðgera viðkomandi útlendsk ella altjóða viðurskifti úr einum føroyskum sjónarhorni. Meginendamálið við at veita redaksjónsstuðul er at tryggja, at tilfar, sum verður givið út ella almannakunngjørt, er redaktionelt viðgjørt og eftirkannað. Harumframt er endamálið at birta upp undir eina álítandi tíðindamentan, sum ger, at fólk við vissu kunnu lesa, síggja og hoyra tíðindi við trúvirði. Nakrar síður við øðrum treytum fyri at fáa stuðul eru í viðmerkingunum í lógaruppskotinum. Treytirnar eru so neyvar og umfatandi í lógaruppskotinum, at ikki er vist, at neyðugt verður at gera kunngerðir afturat lógini. Arbeiðið at gera bergholið til Viðareiðis gongur framá. Nakrir trupulleikar hava tó verið, sigur Jón Sigurdsson, stjóri í Articon, ið ger tunnilin saman við einum norskum felagi. Samlaða nýggja vegalongdin verður umleið fýra kilometrar. Ferðslutøl frá 2012 siga, at í miðal koyra 432 bilar um samdøgrið eftir Viðareiðisvegnum. Í 2014 er talið komið upp í 510 bilar, verður mett. Vinnukærunevndin hevur biðið Heilsufrøðiligu starvsstovu viðgera loyvið av nýggjum, sum Marine Harvest fekk at seta út smolt í tveimum aliøkjum í Sundunum samstundis. Ein hummarafiskari kærdi til Vinnukærunevndina. Orsøkin til kæruna var, at alarin fekk annað økið at brúka sum skiftisøki til hitt økið, tað er tí, fiskur skuldi ikki vera í báðum økjum í senn. Talan er um økini, sum eita A 32, tað er við Fossá, og A 87, sum er úti fyri Haldarsvík. Tá Heilsufrøðiliga starvsstovan gav loyvi til at ala í báðum økjum í senn, varð kært. Vinnukærunevndin sigur, at tá treytirnar fyri loyvinum at brúka aliøki verða broyttar, og tað kann gera, at umhvørvið verður dálkað, og kann órógva hummaraveiðuna, skal ætlanin um broytingina sendast til hoyringar. Og, sigur Vinnukærunevndin so, Heilsufrøðiliga starvsstova átti at spurt Fiskimálaráðið, sum umsitur hummarloyvini, Umhvørvisstovuna, Hummarafelagið og hummarafiskararnar har norðuri í Sundunum. Tá hetta ikki gjørt í hesum máli, hevur Vinnukærunevndin avgjørt at heimvísa málið til Heilsufrøðiligu starvsstovuna til nýggja viðgerð, stendur í niðurstøðuni hjá Vinnukærunevndini. Bárður Enni, stjóri á Heilsufrøðiligu starvsstovuni, sigur, at tey fara nú at viðgera málið av nýggjum og senda avgerðina til hoyringar. Marine Harvest fekk loyvi at brúka bæði økini har norðuri í Sundunum aftur fyri ikki at seta út fisk við Veðranes. Hetta varð gjørt í royndunum at tálma lúsapláguni í Sundalagnum, sigur Bárður Enni. Hann sigur, at málið hevði skund, og tí varð tað ikki sent til hoyringar tá. Tað sigur Atli Gregersen, stjóri i Luna, nú nýggi bygningurin á smoltstøðini á Fútakletti er tikin í nýtslu, so til ber at ala nógv størri smolt enn higartil. Á árligu aliráðstevnuni á Hotel Føroyum í morgin verður eisini greitt frá verkætlanum hjá Fiskaaling, og Andreas Lindholm úr Noregi greiðir frá norsku royndunum at steðga lúsapláguni. RÆTTLEIÐING Í innslagnum verður sagt, at Luna framleiðir 200 milliónir smolt um árið. Hetta er ikki rætt, tí Luna framleiðir umleið 2 milliónir smolt um árið. Vit umbera villuna. Hann sigur, at best hevði verið, um peningastovnar og landið høvdu eina felags skipan, men eydnast tað ikki, verður roynt at finna eina loysn, so brúkarin sleppur undan at brúka fleiri loyniorð, tá hann skal inn á skipanirnar. Amerikanski sendiharrin í Suðurkorea varð í dag álopin við knívi og bløddi frá andliti og handliði, áðrenn álopsmaðurin varð avmannaður. Sendiharrin varð koyrdur á skaðastovu, og hevur seinni boðað frá, at sær veit væl við. Suðurkoreanskir myndugleikar kanna nú, um álopsmaðurin hevur samband við Norðurkorea. Hesa vikuna hoyra vit bókina Bankaránið í Sævík, hon er í fimm pørtum. Tað er ein maður, sum eitur Bent Fauerby, sum hevur skrivað bókina og Petur Andreassen hevur týtt til føroyskt. Jón Thorteinson lesur fyri okkum. Seinasti framløgudagur í hesari tingsetuni er í dag. Tingfundur verður aftur týsdagin, og tað, sum eftir er av mars, vera tingfundir hvønn dag uttan mánadag, so øll málini kunnu hava fyrstu viðgerð. Eftir tað fáa nevndirnar úr at gera. Landsstýrið hevur 28 lógaruppskot, trý ríkislógartilmæli og tvey uppskot til samtyktar. Flestu uppskotini hjá andstøðuni eru uppskot til samtyktar, har sum løgtingið verður biðið um at fáa landsstýrið at gera lógaruppskot um mál, sum andstøðuflokkarnir vilja hava framd. Vanligt er, at ein rúgva av málum kemur í tingið seinasta framløgudagin. Í dag koma 57, og frá tí, tingsetan byrjaði ólavsøkudag í fjør, eru komin 77 mál í løgtingið. Hóast seinasti framløgudagur er í dag, ber til at fáa uppskot í tingið so leingi tingsetan varar. Men tá krevst, at 17 løgtingsfólk skriva undir, at málið kann leggjast fram. Sera ivasamt er, um fiskivinnunýskipanin kemur í vár. Tað sama kann sigast um pensjónsnýskipanina, hóast Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, ikki hevur mist vónina um tað. Fundur var í pensjónsbólkinum í gjár, har sum allir flokkar vóru við. Og fundur verður aftur seint í næstu viku ella fyrst í aðru viku. Kommunurnar eiga bara endurgjald fyri upprunaliga innskotið í SEV. Við dagsins prísum er innskotið vert okkurt um 90 milliónir krónur. Meira eiga kommunukassarnir sjálvandi ikki í SEV, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, í drúgvari grein , hann hevur skrivað um SEV, kommunurnar og landið. Johan Dahl vísir á serfrøðingarnar, sum siga, at landið kann bara taka við SEV, um semja fæst um tað millum kommunurnar og landið. Kommunurnar hava nevnt, at skal landið eiga SEV, skulu kommunurnar hava eina milliard krónur fyri SEV. Men Johan Dahl sigur, at kommunukassarnir eiga ikki SEV. Tað gera tey, sum hava goldið el rokningina tey 65 árini, SEV hevur verið til. Landsstýrismaðurin nevnir eisini, at kommunurnar veðhalda ikki longur fyri SEV. Hetta ber í sær, at rentubyrðan økist, og hana gjalda kundarnir hjá SEV. Um landið átti SEV, fekk SEV nógv bíligari lán, sigur Johan Dahl. Johan Dahl finst eisini at SEV í grein sínari. Johan Dahl sigur, at ein orsøkin til spurningin um at flyta landinum SEV var, at SEV var eitt lukkað kongaríki, sum hann skrivar. Tað tyktist sum eingin framdrift var. Sjálvt Tórshavnar kommuna hevði trupult við at fáa innlit í virksemið hjá SEV, og upp aftur verri var at fáa ávirkan á leiðsluna í SEV. SEV stýrdi afturhaldsliga, men landið vildi hava eina framsókna útbygging av varandi og grønum orkukeldum. Nú hava SEV og kommunurnar tikið til sín hugsanirnar hjá landinum og torað at satsa uppá varandi orkukeldur. Men tað tók langa tíð. Ov langa tíð, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í orkumálum. Tað er úrslitið av veljarakanning, Fynd hevur gjørt fyri Sosialin . Sambært kanningini, missa Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin tveir tingsessir í mun til seinasta løgtingsval, og fara úr átta niður í seks tingsessir. Javnaðarflokkurin fær tríggjar afturat, og fer úr seks uppí níggju tingsessir, sambært veljarakanningini. Tjóðveldi fær ein tingsess afturat, og fer úr seks uppí sjey tingsessir. Hinir flokkarnir varðveita sínar tingsessir. Í prosentum er tað Sambandsflokkurin, ið hevur størstu afturgongdina. Sambandsflokkurin fer 6,6 prosentstig aftur, Fólkaflokkurin fer 3,6 prosentstig aftur, og Javnaðarflokkurin fer 8,8 prosentstig fram. Saman við familjuni í Dímun og kenningum lærir Gutti at drepa, fletta, skera sundur og hagreiða seks tarvar. Eisini gongur Gutti ein túr kring oynna fyri at henta bjargahvonn í Grønuskor. Heima aftur á garðinum hentar Gutti alskins urtir og grønmeti millum húsini, meðan hann lærir gerandislívið í Stóra Dímun at kenna. At enda verður bjóðað til eina sanna kjøtveitslu, úti í garðinum fyri familju og kenningum, tá stóru og saftigu kjøtbitarnir enda á grilluni. Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin missa, meðan Javnaðarflokkurin sigrar og samgongan missir meirilutin. Tað er úrslitið av veljarakanning, Fynd hevur gjørt fyri Sosialin. Sambært kanningini missa Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin tveir tingsessir í mun til seinasta løgtingsval, og fara úr átta niður í seks tingsessir. Tað kemur ikki óvart á Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, og formann í Sambandsflokkinum, at Sambandsflokkurin gongur aftur, men flokkur fer at fremja broytingar, sigur Kaj Leo Johannesen. Mamman harmast um, at fimleikurin fer avstað við allari tíðini hjá gentuni. Hon íðkar hátíðir, vikuskifti og er heilt horvin úr tí sosiala í familjuni. Og at genturnar skulu vera lættar og lekrar. Konan átti barn við øðrum manni, áðrenn hon varð gift. Men barnið veit ikki, at pápin er ein annar. Nær er lagaliga løtan at siga við barnið, at pápin er ein annar. Maður skrivar um sítt trupla samband við foreldrini, sum búgva í Danmark. Foreldrini vísa als ongan áhuga, hvørki fyri vaksnu børnunum ella barnabørnunum. Tey eru líkasæl. Hvat skal spyrjarin gera, ella er nakað at gera Í Vektarbúðini í Vestmanna bjóða Siri S. Niclasen og tvær vinkonur føroyingum til grannakaffi. Hetta er eitt tiltak, sum Krabbamansfelagið skipar fyri. Siri og vinkonurnar hava meldað seg sum vertir og tær vistu beinanvegin tá tær frættu um tiltakið, at tær skuldu bjóða seg fram. Vit vitjaðu Siri S. Niclasen í Vektarbúðini í Vestmanna, hoyr samrøðuna omanfyri. Skattapolitikkur, privatisering av almennum tænastum, lønardumping og tríparta samstarv á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Á fundinum verður eisini politiskt formansumfar, sum er opið fyri almenninginum. Nógv kjak hevur verið um skattapolitikkin hjá hesi samgonguni, og flokkarnir fara í formansumfarinum at kjakast um, hvønn skattapolitikk teir ætla at reka í komandi valskeiði. Eitt annað evnið er einskiljing og útveiting av almennum vælferðartænastum. Eisini verður nomið við aktuella málið um at bjóða almenn størv út á Keypsportalinum til lægst bjóðandi. Sosial dumping verður eisini á kjakskránni á formansumfarinum. At enda verður kjak um hugtakið tríparta samstarv , har arbeiðsgevarar, fakfeløg og politisku myndugleikarnir tosa saman og semjast um mál av felags áhuga. Aðalfundurin verður á Skúlaheiminum við Marknagilsvegin í Havn, og klokkan 17 00 lata dyrnar upp fyri almenninginum, tá politiska formansumfarið verður. Føroyar sleppa ikki at luttaka í evropeisku leikunum í Baku Í Aserbadjan í summar. Fyriskipararnir vilja ikki vita av Føroyum, tí vit hava ikki olympiskan limaskap. Prátið snúði seg um aktuellu trupulleikarnar hjá føroyskum ítrótti í altjóða høpi. Føroyar sleppa ikki at luttaka í Baku, og Føroyar fáa sum er ikki olympiskan limaskap, hóast vit hava ítróttarfólk, sum kunnu kappast við tey bestu í heiminum. Avmarkingarnar eru ikki bara galdandi fyri føroyskar svimjarar, men fyri øll føroysk ítróttarfólk, sum ynskja at kappast fyri Føroyar. Mentamálaráðið skrivar á heimasíðuni, at somu avbjóðingar vórðu umrøddar við Fríðrik krúnprins, sum er nevndarlimur ó altjóða olympisku nevndini, IOC. Landsstýrismaðurin legði dent á, at føroyskur ítróttur ikki missur vunnin rættindi at luttaka í altjóða kappingum undir føroyskum flaggi, nú tað sær út til, at fleiri altjóða kappingar verða skipaðar við altjóða olympisku meginreglunum. Mentamálaráðið skrivar, at í næstum verður fundur millum løgmann og Thomas Bach, forseta í IOC, har føroyska ynski um limaskap í olympiska felagsskapinum og avmarkingarnar hjá okkum at luttaka í altjóða kappingum undir IOC eisini eru á skránni. Tiltakið Vítt til veggja verður í Sjónleikarahúsinum í Havn um vikuskiftið. 16 ymiskir básar eru at vitja, og alternativa viðgerðin er eisini ymisk. Sendingin Góðan Morgun Føroyar vitjaði í Sjónleikarahúsinum fríggjamorgunin. Tað er júst eitt ár síðan mátitól vóru sett upp mitt í Havnini at máta hvussu dálka luftin er. Tað er Umhvørvisstovan og Tórshavnar kommuna, sum standa fyri hesum kanningum. Mátitól eru sett upp í Bøkjarabrekku í Havn og úti í Havnardali. Nú kvinnudagur er, sendir útvarpið eina samrøðu, sum Jógvan Arge gjørdi við Maritu Petersen, tá hon í januar 1994 hevði verið løgmaður í eitt ár. Marita Petersen varð fødd í Vági í 1940. Var útbúgvin lærari, formaður í Føroya Lærarafelag og vald á løgting í 1988 fyri javnaðarflokkin. Hon var landsstýriskvinna í mentamálum frá 1990 til januar 1993. Tá tók hon við sum løgmaður í eini svárari tíð í Føroyum við nógvum og torførum samráðingum við donsku stjórnina um at bjarga Føroyum burtur úr aftur fíggjarligum húsagangi. Marita sat sum løgmaður í sløk tvey ár. Hon fór tá í løgtingið sum løgtingsformaður. Í 1998 gavst hon í politikki. Hon andaðist í august 2001 bert 60 ára gomul. Jógvan Arge hitti hana, tá hon hevði verið løgmaður í eitt ár. Hoyr samrøðuna Beinta Løwe hevur gjørt við Jørgen Niclasen, formann í Fólkaflokkinum, nú Sosialurin kunnger nýggja veljarakanning, har Fólkaflokkurin gongur aftur. Føroysku politikararnir mugu hálsa um. Lægri inntøkur og hægri útreiðslur merkja, at betra vit ikki búskaparligu úrslitni við 750 milliónum um árið, veksur skuldin í almenna geiranum alsamt komandi 35 árini. Tað er serliga eitt smalt inntøkugrundarlag og fólkasamansetingin, sum eru bágarnir. Tað vísir ein haldførisútrokning, sum Búskaparráðið hevur gjørt. Tað fær myndugleikarnar at halda, at ebola sjúkan í landinum er av á hesum sinni. Í Sierra Leone og í Guinea verða framvegis tilburðir av sjúkuni staðfestir. Næstan 24.000 fólk eru smittað við ebola í teimum trimum londunum. Næstan 10.000 fólk eru deyð av sjúkuni, harav eru yvir 4.000 í Liberia. Hóttanin er ikki av enn, tí seinastu vikuna eru 132 fólk smittað í Sierra Leone og í Guinea. Heimsheilsustovnurin, WHO, ávarar framvegis ímóti sjúkuni í øllum trimum londunum, tí fólk doyggja av sjúkuni, hóast tey ikki hava verið undir læknahond, og tí er hóttanin ikki av enn. Kári P. Højgaard, formaður í Sjálvstýrisflokkinum, vónar, at flokkurin fær tvey fólk í løgtingið, tá løgtingsval verður seinni í ár. Spádómarnir í nýggjastu frágreiðingini hjá Búskaparráðnum eru daprir, men ráðið hevur einki ítøkilig tilmæli til politikararnar um, hvat teir skulu gera. Alfred Olsen, formaður í Vinnnevnd Løgtingsins, heldur nú, at tað í nýggju fiskivinnulógini eigur at verða kravt, at millum 33 og 50 prosent av botnfiskinum undan Føroyum eins og av føroyskum kvotum á fjarleiðum verða boðin út á uppboðssølu. Bjørg Jóhanna greiðir frá, tá hon fekk gastric sleeve skurðviðgerð og, hvussu lív hennara broyttist bæði sosialt og kropsliga. Eisini greiðir Hans Hjørleivur frá, hvussu tað er, eftir at hava lætnað 30 kilo, at halda vektina við líka. Harafturat ummælir Barbara Eysturoy HIIT skeiðið hjá fyritøkuni Monafitness. Sendingin viðgerð umstøðurnar á Setrinum, og hvussu tað er at vera lesandi í Føroyum. Seinni í sendingini skifta trý lesandi á setrinum, Oda Strøm, Marin Eidesgaard og Kristian Sakarisson, orð um hetta. Vit meta partabrævakeypið at vera eina skilagóða og spennandi íløgu, sum er eitt sindur øðrvísi enn tað, vit dagliga fáast við, sigur Hildigunn Johannessen, stjóri í P F Ennibergi í tíðindaskrivi. Í nevndini í SMS sita nú Christian Andreasen, sum er formaður, Mogens Nielsen fyri NM Holding, Kaj Johannessen og Niels Johannessen, sum umboða P F Enniberg, og Gudmund Mortensen umboðar NJ Mortensen í nevndini. Neyðugt verður at biðja um eykajáttan frá løgtinginum, fyri at seta viðbótina í verk, tí 10 milliónir krónur eru játtaðar á fíggjarlógini til endamálið, meðan tørvurin í ár verður 13,7 milliónir krónur Tí má løgtingið játta 3,7 milliónir krónur aftrat til ætlanina. Nakað av pengunum fáa landið og kommunurnar aftur í skatti, í ár 4,8 milliónir krónur, og næsta ár 8,2 milliónir krónur, sæst í viðmerkingunum til uppskotið. Føroyar vilja luttaka í altjóða svimjikappingum undir Merkinum, og Føroyar vilja eisini hava limaskap í IOC. Hendan boðskapin bar Bjørn Kalsø, landsstýrismaður fram fyri Thomas Bach, forseta í altjóða olympisku nevndini í gjár, og danski krúnprinsurin, Fríðrikur, fekk somu áheitan. Krúnprinsurin er nevndarlimur í IOC. Stór ítróttarstevna var í Keypmannahavn í gjár, og við á ferðini hjá landsstýrismanninum var eisini forsetin í ÍSF, Petur Elias Petersen. Teir umrøddu trupulleikarnar, sum Føroyar hava við luttøkuni í europeisku juniormeistarakappingini, sum verður í Baku í summar. Føroysku svimjararnir sleppa nevniliga ikki at vera við har sum føroyingar, tí Føroyar ikki hava sjálvstøðugan limaskap í OIC. Og tá vit ikki eru limir í Altjóða Olympisku Nevndini, ja, so vil Europeiska Olympiska nevndin, sum skipar fyri svimjikappingini á Baku, heldur ikki viðurkenna Føroyar sum sjálvstøðuga tjóð. Seinni í ár skal Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður hitta Thomas Bach, forseta í OIC, og evnið á fundinum verða ynskini hjá Føroyum um limaskap í altjóða olympisku nevndini. Hetta eru millum tilmælini, sum ST nevndin fyri kvinnurættindi hevur givið Føroyum. Tann 24. februar vóru Føroyar, saman við Danmark og Grønlandi, í hoyring í kvinnurættindasáttmálanum, sum kallast CEDAW hetta í sambandi við frágreiðing um støðuna í Føroyum, sum var latin ST í 2013. Í einum tilmæli latið Danmark, skjýtur CEDAW nevndin upp, at Danmark umhugsar at endurskoða síni sjónarmið um galdandi fosturtøkulóggávuna í Føroyum. CEDAW nevndin metir, at tað er ein vandi fyri, at kvinnur í Føroyum kunnu koma í vandastøður og verða fyri mismuni í mun til rættindini hjá kvinnum í hinum pørtunum av ríkisfelagsskapinum, tá fosturtøkulóggávan í Føroyum ikki er tann sama sama sum í Danmark og Grønlandi. At veita størri kunning um Kvinnurættindasáttmálan. At endurskoða núverandi skipanir, sum hava til endamáls at veita javnstøðu, gera fleiri kanningar innan kyn og javnstøðu og at fáa til vega og greina fleiri hagtøl um kyn. At virka fyri at broyta siðbundnar fatanir av leiklutinum hjá kvinnum og monnum í samfelagnum. At styrkja um rættarverjuna hjá kvinnum, sum eru fyri harðskapi. Og at virka fyri at fáa fleiri kvinnur í kommunal og landspolitik við millum annað at umhugsa at fáa eina fyrbils kvotuskipan í lag. Føroyar skulu lata sína næstu CEDAW frágreiðing til ST í 2019. Kristianna Winther Poulsen sum fleiri ferðir hevur havt sætið á løgtingið fyri sjálvstýrisflokkin, hevur nú meldað seg úr flokkinum. Tíðindi ganga um, at hon er á veg uppí javnaðarflokkin, men tað hevur Kristianna Winther Poulsen ongar viðmerkingar til í dag. Ring aftur um nakrar dagar, er svarið frá henni. Við heimasíðuna in.fo verður hon kortini endurgivin fyri at siga, at hon ikki er samd við politisku linjuni hjá flokkinum. Tey eru heldur ikki samd við mær, og tí havi eg avgjørt at melda meg úr flokkinum, sigur hon. Kristianna Winther Poulsen hevur í fleiri umførum havt sæti á tingi sum varafólk fyri Sjálvstýrisflokkin og er eitt kent andlit á politiska pallinum. Hon var vald sum nummar trý á listanum hjá Sjálvstýrisflokkin við seinasta løgtingval. Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, var fyrsti eykamaður á listanum eftir Kára P. Højgaard, formann. Nummar fýra var Kári á Rógvi sáli og síðani Karl Olsen úr Vestmanna. Streymslit varð um alt meginøkið í nátt, tí vindmyllurnarnar hjá sev í Húsahaga ikki megnaðu at framleiða streym, vindurin bleiv rætt og slætt ov nógvur fyri vindmyllurnar. Finn Jacobsen, tekniskur leiðari á SEV sigur, at vindurin vaks úr 20 uppí 35 metur s eftir einari løtu í nátt, og hetta hevði við sær, at myllurnar mistu ein stóran part av framleiðsluni. Tá so aðrar skipanir ikki megnaðu at taka yvir, sløknaði um alt meginøkið í nátt millum klokkan4 og 5. Tað kann vera sera vandamikið at hyggja at sólini uttan einar serligar brillur, men hvat er tað sum er so vandamikið Elin Holm eygnalækni greiðir frá um sólarmyrkingina og verndarbrillur Ragnvaldur bleiv nummar fimm við tíðini 2 26.97. ÍSB skrivar at hann ikki var nøgdur. Besta tíðin hjá Ragnvaldi er eisini munandi skjótari, hon varð sett í 2012 og er 2.19.46. Svimjing.com skrivar, at taktikkurin hjá Páli var at koyra so hart á sum hann kundi allan vegin, so at Agnel ikki átti nakað til endaspurtin. Hóast tað í dag er júst eitt ár liðið síðan MH370 flogfarið hjá Malaysia Airlines hvarv á veg frá Kuala Lumpur til Beijing, er tað framvegis ein gáta, hvar varð av flogfarinum. Fleiri gitingar hava verið frammi síðan 8. mars 2014. Talan er bert um gitingar, tí enn er einki ítøkiligt komið fram, ið kann beina bjargingarfólkini á vrakið av MH370 hjá Malaysia Airlines. Myndugleikarnir í Malaisia kunngera í dag, á ársdegnum fyri at flogfarið hvarv, eina nýggja frágreiðing. Í frágreiðingini kemur fram, at battarí í tí eina svarta kassanum ikki riggaði, tá flogfarið hvarv. Hóast talan er um eina nýggja frágreiðing, er hóast alt avmarkað, hvussu nógv nýtt er í frágreiðingini, skriva útlendskir miðlar. Leitingin eftir flogfarinum heldur tó fram, sambært frágreiðingini. Avvarðandi hjá ferðafólkunum, ið vóru við á flogferðini úr Kuala Lumpur í Malaisia til Beijing í Kina, krevja, at myndugleikarnir í Malaisia geva teimum svar uppá mongu spurningarnar, tey hava. Tey avvarðandi hava hetta seinasta árið í fleiri umførum funnist at myndugleikunum í Malaisia. Millum annað tí myndugleikarnir ikki løgdu nóg mikið fyri fyrstu dagarnar eftir at flogfarið hvarv. Høvdu myndugleikarnir sett neyðugu arbeiðsorkuna inn beinanvegin, høvdu møguleikarnir, fyri at flogfarið varð funnið, verið størri, siga tey avvarðandi. 239 fólk vóru við MH370, tá flogfarið hvarv. Tveir ungir dreingir, ið bert eru 14 og 15 ára gamlir, sita í løtuni í varðhaldi umborð á Norr nu, ið er á veg til Føroyar úr Danmark, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn. Teir báðir dreingirnir høvdu sníkt seg umborð á skipið í Danmark, tí teir ætlaðu sær víðari til Íslands, har teir høvdu ætlanir at søkja um friðskjól. Túrurin hjá teimum báðum dreingjunum steðgar kortini í Føroyum mánamorgunin, tá Norr na kemur á havnina við ferðafólkunum. Dreingirnir sleppa ikki víðari til Íslands. Okkara uppgáva verður at fáa teir báðar dreingirnar niðan í Mjørkadal, har teir skulu sita til Norr na fer aftur til Danmarkar hóskvøldið, sigur Heri Andreassen, vakthavandi á politistøðini. Hann sigur, at teir báðir dreingirnir eftir øllum at døma hava sitið í Sandholm leguni , ið er bráðfeingis bústaður hjá flóttafólkum í Danmark, áðrenn teir sníktu seg umborð á skipið. 14 og 15 ára gomlu dreingirnir eru báðir ættaðir úr Marokko, sigur vakthavandi. Manningin á Norr nu sá dreingirnar á vakmyndatólum, ið eru á bildekkinum á skipinum. Forkanningarnar til higartil størstu byggiætlanina hjá Bústøðum byrjaðu fríggjadagin, tá gravimaskinur og tilfar komu á økið við Biskupstorg í Klaksvík, har Bústaðir skulu gera 30 íbúðir. Vit mugu gera nakrar forkanningar í økinum, so vit kunnu fastleggja prísin. Tað gera vit, so vit eisini kunnu gera neyðugu sparingarnar áðrenn sjálvt arbeiðið byrjar. Tað sigur Bogi Jacobsen, tekniskur leiðari hjá Bústøðum. Hann sigur, at samlaði heildarkostnaðurin fyri verkætlanina má vera til taks áðrenn byggingin byrjar. Hetta er ein stórur dagur, og vit fegnast um, at vit nú síggja framgongdina í verkætlanini fyri miðbýin, sigur borgarstjórin í Klaksvík, Jógvan Skorheim, við heimasíðuna hjá kommununi. Tær 30 íbúðirnar hjá Bústøðum á Biskupstorgi eru partur av eini nýggjari miðbýarætlan fyri Klaksvík. Umframt íbúðirnar hjá Bústøðum, skulu eisini byggjast nýggj handilshøli, har íbúðirnar verða bygdar. Gongst sum ætlað, verða forkanningarnar hjá Bústøðum lidnar seinni í hesum mánaðinum. Spakin verður ætlandi settur í 1. apríl, sigur Bogi Jacobsen, tekniskur leiðari hjá Bústøðum. Ein norðmaður, ið seint leygarkvøldið sjálvur setti seg í samband við heilsuverkið í Noregi, skal verða avbyrgdur í 72 tímar áðrenn endaliga úrslitið er tøkt. Maðurin vendi sær sjálvur til heilsumyndugleikarnar í Bergen, tá hann leygarkvøldið fekk sjúkutekin ið minna um tey, ebola sjúklingar hava. Læknar á sjúkrahúsinum í Haukeland valdu at avbyrgja mannin, tí maðurin herfyri hevur verið í Sierra Leone. har tamarhald enn ikki er á ebola sjúkuni. Vit hava fyrireikað okkum til støður sum hesa, og vit hava hildið okkum til tær mannagongdirnar, vit hava, sigur Steinar Skrede, yvirlækni á Haukeland sjúkrahúsinum við Bergens Tidende Hóast fyrstu blóðroyndirnar ikki vístu tekin um at maðurin hevði ebola sjúkuna, so fæst ikki vissa fyri tí fyrr enn týsdagin. Tí skulu fleiri blóðroyndir takast, áðrenn tað kann sigast, at maðurin ikki hevur ebola sjúkuna. Í oktober í fjør fekk ein norskur lækni staðfest ebola sjúkuna. Kvinnan arbeiddi fyri Læknar uttan landamørk í Sierra Leone, og varð flogin heim til Noregs, har hon fekk viðgerð, og kom fyri seg eftir sjúkuna. Tað er kostnaðurin, kundi tú hugsað tær at uppliva sólarmyrkingina 20. mars umborð á einum marglætisflogfari , ið fer úr París fríggjamorgunin tá sólarmyrkingin verður. Afturfyri fært tú so eisini ein túr við einum marglætisflogfari, ið fær vanlig flogfør at blikna og setrini at síggja út sum lítlar skógvaeskjur. Flogfarið, ið tekur 10 fólk, fer úr París klokkan 7 22 fríggjamorgunin og flýgur norðureftir samstundis sum fulla sólarmyrkingin eisini kemur inn yvir Føroyar og Svalbard. Júst tað at flogfarið flýgur norðureftir, samstundis sum fulla sólarmyrkingin verður, ger eisini, at ferðafólkini umborð á flogfarinum uppliva sólarmyrkingina longri enn fólk á landi. Felagið, ið selur flogferðaseðlarnar, lovar, at ferðafólkini umborð í minsta lagi fara at uppliva sólarmyrkingina í tríggjar minuttir og 50 sekund, og at tey royna at koma uppá fýra minuttir. Flogfarið flýgur hægri uppi enn onnur flogfør. Tískil verða ferðafólkini umborð ikki órógvað av øðrum flogførum, ið samstundis fara at flúgva yvir Føroyum, siga fyriskipararnir. Við tíðini 15 10.35 svam Pál Joensen seg í dag til eitt greitt gull heiðursmerki í 1500 metra teininum í fronsku kappingini. Sum flestum kunnugt, vann Pál eisini gull á 400 metra frí teininum í gjár við tíðini 3 50.22, aftaná kom franskmaðurin Yannick Agnel á mál við tíðini 3 51.06 og 3. plássið fall til týska Jacob Heldtman við tíðini 3 52.04. Tað vísir seg at vera trupult at vinna ein dyst í Effo deildini í ár. Tíggju dystir eru spælir og út av teimum eru bert tríggir dystir endaðir við einum sigri. Her eru úrsltini í 2. umfari í Effodeildini B36 Víkingur 3 3 1 0 Andreas Lava Olsen, 2 min 1 1 Hanus Thorleifson, 20 min 1 2 Andreas Lava Olsen, 25 min 2 2 Jákup á Borg, 34 min 2 3 Andreas Lava Olsen, 40 min 3 3 Ibrahim Camara, 80 min ÍF HB 1 1 1 0 Kristoffur Jacobsen, 24 min 1 1 Pál Mohr Joensen, 30 min KÍ FC Suðuroy 3 0 1 0 Kenan, 37 min 2 0 Jákup Andreasen, 73 min 3 0 Ndende Gu ye. 82 min NSÍ EB Streymur 5 1 1 0 Sjálvmál , 18 min 1 1 Rasmus D. Sørensen. 41 min 2 1 Árni Fredriksberg, 49 min 3 Klæmint A. Olsen, 50 min 4 1 Klæmint A. Olsen, 77 min 5 1 Meinhardt E. Olsen, 92 min H71 hevur nú av álvara blanda seg upp í oddastríðið í bestu mansdeildini í hondbólti, eftir teir vunnu á Neistanum við einum máli. Og hoyr frágreiðing hjá Kristiani Johansen, formanni í Hondbóltssambandi Føroya, um EM undankapping fyri U17 landslið næsta vikuskifti. H71 vann 25 24 á Neistanum í dag eftir hálvleiksstøðuna 11 12. Tó at liðini ikki kappast á stigatalvuni, so eru dystirnir millum hoyvíkingar og neistamenn oftast sera tættir og spennandi. VÍF er framvegis einsamalt oddalið, men bert trý stig frammanfyri kappingina á øðrum plássi millum Kyndil og H71. Ári Egason Dam, málverji hjá H71, sigur at teir í dag vildu hevna tapið fyri Neistanum í hálvfinalunum í steypakappingini. Hann leggur afturat, at hann vónar at H71 verður annað liðið í FM finalunum, men leggur afturat at teir í H71 eisini hava nakrar torførar dystir fyri framman. Hoyr samrøðuna við Ára Egason Dam omanfyri. Tá drigið varð um, hvør skuldi fyriskipa EM undankappingina á hesum sinni, mótmæltu Russland tá Føroyar vóru tikin upp úr hattinum sum tað fyrsta landið. Men Ísland stuðlaðu føroyingum, og tískil verður kappingin spæld á Hálsi í vikuskiftinum. Hesa vikuna, hoyra vit um føroyskar sangir.Í dag hoyra vit um savnið Børnini syngja. Tað er eitt savn við sangbók, ljóðfløgu og sjónfløgu. Vit eru á vitjan í býlingshúsinum Sólareygað. Tey greiða frá sanginum Másin sigur pli pli. Tey eru við á fløguni. Síðani greiða Margreth Jacobsen og Súsanna Thomsen frá, tær hava givið savnið út. Eisini hoyra vit sangir av ljóðfløguni. Landskassahallið verður 135 milliónir krónur í ár, og harumframt er neyðugt at læna 20 milliónir til kravda minstagjaldførið, sum nú er tvær milliardir og 150 milliónir krónur. Landskassin skal eisini læna 880 milliónir krónur til at gjalda lán, sum fellur til gjaldingar tann 11.juni í ár. Og tíggju milliónir til avdrátt av láni í ár skulu eisini lænast. Hetta lánið fellur til gjaldingar í 2018. Samanumtikið hevur landskassin brúk fyri einari milliard og 45 milliónum krónum, men skuld landskassans veksur tó bara 155 milliónir. Ein hálv milliard er skuld til danska statskassan, men hetta lánið er rentu og avdráttarfrítt, og tað verður strikað í 2018, um eingin olja er funnin í føroysku undirgrundini fyri 2018. Teir báðir ungu flóttafólkadreingirnir 14 og 15 ára gamlir sum høvdu sníkt seg umborð á Norrønu, eru longu á veg av aftur landinum. Løgreglan stóð fyri dreingjunum, tá Norrøna kom á Havnina í morgun. Dreingirnir verða sendir aftur til Danmarkar við morgunflogfarinum hjá Atlansflogi klokkan 8.15, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn. Teir báðir dreingirnir, sum eru ættaðir úr Marokko, hava búð í Sandholm leguni, ið er bráðfeingis bústaður hjá flóttafólkum í Danmark, áðrenn teir sníktu seg umborð á Norrønu. Teir ætlaðu sær víðari úr Føroyum til Íslands, men ferðin fekk ein bráðan enda í morgun, og dreingirnir eru nú á veg aftur til Danmarkar. Løgreglan kannaði málið, og tað vísti seg, at neyðrakettirnar stavaðu frá russiska trolaranum North Ocean, sum liggur við bryggju í Havn. Tey vóru fleiri, sum sóu neyðrakettirnar í Havn í gjárkvøldið, tí løgreglan fekk rættiliga nógvar uppringingar og fráboðanir um rakettirnar, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn í morgun. Tað fer at kosta Vága Floghavn 2,6 milliónir krónur, nú gjaldið, flogvøllurin tekur, lækkar úr 185 krónum niður í 165 krónur fyri hvørt ferðafólkið. Gjaldið lækkar 1. mai. Hóast Vága Floghavn í fyrsta umfari missir 2,6 milliónir krónur, tí ferðafólkagjaldið lækkar, koma pengarnir aftur, tí ferðafólkini gerast fleiri, nú ferðaseðlarnir eru vorðnir bíligari, sigur Kitty May Ellefsen, forkvinna í P f Vága Floghavn. Nevnd og leiðsla í Vága Floghavn hava eisini avgjørt at geva Atlantic Airways fullan byrjanarstuðul til nýggju farleiðirnar til Edinburgh og Mallorka. Í hesi sendingini frá 8. mars 2015 hoyra vit eitt breitt úrval av tónleiki hjá Beethoven, sum var deyvur stóran part av lívi sínum. Løgtingskvinnur eru ikki einum máli, um vit skulu varðveita skipanina við einum valdømi, ella farast skal aftur til fleiri valdømi. Løgtingskvinnurnar, Sirið Steenberg úr Tjóðveldi og Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir í Fólkaflokkinum, mæla til at fara aftur til fleiri valdømi og siga seg ikki stúra fyri kvinnuumboðanini. Men Rósa Samuelsen, tingkvinna hjá Sambandsflokkinum, og Eyðgunn Samuelsen, tingkvinna hjá Javnaðarflokkinum, vilja halda fast um eitt valdømi, tí tær halda, at hendan skipanin tryggjar kvinnum betri umboðan á tingi. Havnar Kirkja verður í løtuni høvuðsumvæld bæði innan og uttan. Nógv verður umvælt og okkurt verður gjørt av nýggjum. Arbeiðið vera liðugt um hálvan juni Við limaskapi í EFTA høvdu Føroyar alt fyri eitt blivið partur í teimum 25 fríhandilssáttmálunum, sum EFTA hevur, og sum umfata 35 lond. Og Føroyar eiga at søkja um limaskap í EFTA, heldur Tjóðveldi, sum vil hava løgtingið at biðja landsstýrið søkja um limaskap í EFTA og kanna, um Føroyar kunnu vera við í EBS samstarvinum millum EFTA og ES og fáa lut í teimum fýra frælsunum í ES. EBS skipanin merkir, at EFTA londini Noreg, Ísland og Liktinstein hava lut í fýra frælsunum, sum gera, at kapitalur, vørur, tænastur og fólk kunnu virka frítt í ES. Sambært uppskotinum hjá Tjóðveldi skal landsstýrið innan eitt ár geva løgtinginum frágreiðing um fortreytir fyri føroyskum limaskapi í EFTA, og at landsstýrið fyrireikar lógaruppskot um at taka øll neyðug málsøki á føroyskar hendur fyri at útinna limaskapin. Næmingarnir vera í skúlanum frá klokkan átta á morgin til klokkan eitt. Serbreytin verður so frægt, sum tað ber til, samskipað við stuðulsfyriskipanum eftir skúlatíð. Undirvísingin verður bygd á læruætlan, sum er gjørd til einstaka næmingin. Dentur verður lagdur á at duga at fóta sær í gerandisdegnum, og næmingarnir læra at brúka teldu og gera handaligt arbeiði. Næmingarnir fara eisini at fáast við bókmentir og list. Tá næmingur hevur søkt um at sleppa á serbreytina, tekur ein upptøkunevnd støðu til umsóknina. Í upptøkunevndini eru fólk frá skúlanum á Kambsdali, Sernámi og Almannaverkinum, boðar Mentamálaráðið frá. Tað ætlar Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, sum hevur lagt uppskot fyri løgtingið um at broyta lógina um sjúkrahúsverkið. Ikki øll, sum eru liðugt viðgjørd á sjúkrahúsi, kunnu fara haðani, tí hvørki heimarøkt ella røktarheimspláss eru tøk í kommununi, tey eru skrásett í. Av tía at kommunurnar frá 1.januar í ár hava ábyrgdina av heimatænastu og eldrarøkt, heldur Karsten Hansen, at kommunurnar eisini eiga at bera útreiðslurnar, sum sjúkrahúsini fáa, tá tey ikki kunnu útskriva sjúklingar, sum eru liðugt viðgjørdir, til kommunalu heimatænastuna og eldrarøktina. Kommunufelagið tekur undir við uppskotinum, men við teirri treyt, at kommunurnar fáa pengarnar frá landinum saman við pengunum, sum kommunurnar fáa til eldraøkið og heimarøktina. Sambært tølum, sum Heilsumálaráðið hevur frá sjúkrahúsunum, vóru 38 liðugt viðgjørd fólk á teimum trimum sjúkrahúsunum í fjør, tey høvdu 2.366 innleggingardagar. TF Holding og Fíggjarligt støðufesti fáa 60 milliónir krónur at býta, nú Eik Banki hevði 100 milliónir krónur í vinningi eftir skatt í fjør. Avlopið í fjør var góðar 120 milliónir krónur fyri skatt, tað verður væntandi millum 50 og 80 milliónir krónur í ár, tí kappingin millum peningastovnarnar er hørð. Nema vann kappingina um at selja Taks møblar til skrivstovuhølini á Skálatrøð. Tilboðið, sum Taks hevur tikið av, er 396.290 krónur, upplýsir Keypsportalurin. Innbúgvið hjá Taks kom í Keypsportalin eftir at funnist varð at Taks fyri ikki at brúka júst Keypsportalin, tá nýtt innbúgv skuldi keypast. Hægsta tilboðið var 712.000 krónur, og Taks tók av tí tilboðnum. Tað tilboðið átti Stokkholm. Lægsta tilboðið, sum Nema átti, var 265.000 krónur bíligari. Løgtingskvinnurnar, Sirið Stenberg og Gunvør Balle, vilja hava Bjørn Kalsø, landsstýrismann, at endurskoða avgerðina um, at fólkaskúlarnir skulu hava undirvísingarskyldu 20. mars, tá sólarmyrking er. Sirið Stenberg og Gunvør Balle siga, at sólarmyrking er ein so serstøk hending, sum ongin okkara, ið nú er á lívi, fara at uppliva hana aftur í Føroyum. 8.000 ferðafólk koma til landið at uppliva hetta sjáldsama fyribrigdið, og tá tykist tað heilt burturvið, at hesin dagur ikki er lýstur sum almennur frídagur hjá skúlanæmingum, siga tær í viðmerkingunum til fyrispurningin. Summir skúlar gera nógv burturúr og skipa fyri felags tiltøkum, og aðrir ætla at undirvísa sum vanligt, tí námsætlanin skal haldast. Nógvir skúlar og lærarar kenna seg ótryggar við at hava ábyrgd av, at børnini eru í verndarbrillum, og at tey sum heild fáa eina so minniliga og serstaka uppliving sum møguligt, siga Sirið Stenberg og Gunvør Balle. Jónheðin Tróndheim valdi tríggjar sangir, sum eru mest spældir á Itunes hjá honum. Hann valdi Eivør við True love, We have fallen into each other hjá Orka og Sakaris við sanginum, Brace myself. Hetta eru mikið nýggir sangir í føroysku tónleikasøguni. Men Jónheðin sigur, at hann ikki tímur at blíva við at lurta eftir gomlum sangum frá ungdómsárunum. Vit fara at hava ein spæl føroyskt gest hvønn morgun í vikuni, sum sleppur at velja tríggjar føroyskar sangir í rúgvuni og greiða frá hví valið fall á júst hesar. Hóast sáttmálarnir millum manningarfeløgini og reiðarafelagið fóru úr gildi á nýggjárinum, hevur higartil bert eydnast at finna semju um ein part av krøvunum. Føroya Skipara og Navigatørfelag, sum byrjaði at samráðast eitt sindur seinni enn hini feløgini, er í løtuni í samráðingum fyri sínar limir við farmaskipunum. Nær tær samráðingarnar eru lidnar, er ikki greitt enn, sigur formaðurin í Skipara og Navigatørfelagnum, Anfinnur Garðalíð. Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, sigur, at avtalan við reiðarafelagið er, at nýggi sáttmálin skal galda frá 1. januar, og tí missa teirra limir einki, hóast samráðingarnar draga út. Hann sigur, at fyri teirra viðkomandi er spurningurin um oljuna ikki við í samráðingunum, tí prísurin er lækkaður so mikið nógv, at hann er niðan fyri 4,70 krónur fyri liturin, sum er markið fyri, nær manningin skal verða við til at rinda fyri oljuna. Anfinnur Garðalíð, formaður í Skipara og Navigatørfelagnum sigur, at tey higartil hava havt tríggjar fundur við reiðarafelagið, og tey hava ikki ásett nakra ávísa tíð, nær fundur verður aftur. men miðað verður eftir, at samráðingarnar eru lidnar 1. apríl. Hóast oljuprísurin er lækkaður, so hevur Skipara og Navogatørfelagið eitt krav um, at teira limir ikki skulu vera við til at rinda fyri oljuna, tað skal burturúr sáttmálanum, sigyur Anfinnur Garðalíð. Maskinmeistarafelagið miðar eftir, at teirra samráðingar verða lidnar hálvan mars, tað vil siga í hesi vikuni, og samráðingar verða aftur mikudagin, sigur Páll Hansen, formaður í Maskinmeistarafelagnum. Í 1990 var meðallønarútgjaldingin til eina kvinnu í Føroyum góð 63 prosent av meðallønini hjá einum manni í Føroyum, og í dag er hon góð 68 prosent. Ein orsøk til stóra munin millum inntøkurnar hjá monnum og kvinnum er, at nógvar føroyskar kvinnur arbeiða niðursetta tíð 51 prosent av føroyskum kvinnum arbeiða niðursetta tíð. Ein onnur orsøk er, at kvinnuyrki eru lægri lønt enn mannfólkayrki. Tað er millum annað innan umsorgan, heilsurøkt, hjálparfólk innan matframleiðslu, reingerð og skrivstovuarbeiði. Nógv fleiri kvinnur enn menn liggja í einum lønarbólki, har árliga lønarúgjaldingin er millum 100 túsund og 200 túsund krónur um árið tað eru millum 8.000 og 17.000 krónur um mánaðin. Sum heild eru menn spjaddir yvir fleiri lønarbólkar, meðan flestu kvinnur forvinna millum 100 túsund og 400 túsund krónur um árið. Fólkateljingin í 2011 vísti, at tað einans vóru 45 kvinnur, sum høvdu meira enn 400.000 krónur um árið í tøkari inntøku. Sama tal fyri menn var 1.467. Er talan um eina millión eftir skatt vóru tað einans fýra kvinnur í hesum bólki í 2011, meðan 84 menn høvdu meira enn eina millión eftir, tá skattur varð goldin. Fólkateljingin frá 2011 vísti eisini, at menn í Føroyum kunnu forvinna nógvan pening uttan mun til útbúgving, meðan útbúgvingin ger stóran mun á lønarseðlinum hjá kvinnum. Í fjør varð avtala gjørd, sum ger tað møguligt hjá føroyskum lesandi at fáa arbeiðsloysisstuðul í Danmark í tríggjar mánaðir eftir loknan lestur. Avtalan umfatar bara føroysk lesandi, sum hava tikið útbúgving í Danmark. Í Danmark kunnu lesandi í seinasta lagi 14 dagar eftir, at tey hava fingið prógv, lima seg inn í ein a kassa og fáa útgoldið 678 krónur um dagin ella 14.690 krónur um mánaðin í mesta lagi tvey ár. Henda upphæddin er lægri enn arbeiðsleys fáa. Tey fáa 828 krónur um dagin ella 17.918 krónur um mánaðin. Javnaðarflokkurin sigur, at tað kann ikki vera rætt, at lesandi í Føroyum og aðrastaðni enn í Danmark skulu vera fyri vanbýti. Við at lata fólk fáa ALS gjald í til dømis eitt ár, verða fleiri borgarar, ið gjalda inn í skipanina eitt heilt arbeiðslív. Avbjóðingarnar í samfelagnum eru ikki minst fólkasamansetingin. Tí eiga vit at gera alt, ið kann gerast, til tess at fáa tær forðingar av vegnum, ið økja ella fasthalda fráflyting, sigur Javnaðarflokkurin í viðmerkingunum til uppskotið. Stendur tað til Framsókn verður avgjaldið á millumlandaferðaseðlum tikið av og meirvirðisgjaldið á hotell og matstovuvirksemi lækkað, ella heilt tikið av. Løgtingið samtykti í 2013 at lækka ferðaavgjaldið niður í 65 krónur, og fíggjarnevndin segði í álitinum, at hon vildi, at landsstýrismaðurin næstu trý árini skuldi fáa ferðaavgjaldið heilt burtur. Umleið 250.000 ferðafólk koma og fara um flogvøllin um árið, og sjóvegis koma og fara 120.000 fólk. Av hesum gjalda umleið 160.000 ferðaavgjald. Verður gjaldið tikið heilt burtur, fer tað at kosta umleið 10 milliónir krónur, sigur Framsókn. Flokkurin sigur, at londini kring okkum hava annaðhvørt lækkað ella heilt tikið burtur meirvirðisgjald á hotell og matstovuvirksemi. Føroyar sum ferðamannaland hava sínar avmarkingar, og vanliga er fullsett á hotellum um summarið. Tí er standandi avbjóðingin at víðka háárstíðina til eisini at fata um vár og heyst. Ferðavinnan mennir tænastur og veitingar, men á hesum marknaði eru eisini fleiri um boðið. Flutningskostnaðurin er luftfalsliga høgur samanborið við onnur ferðamál, og verða onnur parametur ikki lagað til, røkka vit ov stutt og sleppa ikki upp í part, sigur Framsókn í viðmerkingunum til uppskotið. Neyðugt er at orða ein heilsupolitikk fyri Føroyar. Tað er vónleyst at skipa og stýra heilsuverkið, veitst tú ikki, hvørjum tú stýrir eftir. Eisini er altavgerandi fyri eitt vælvirkandi heilsuverk, at heilsuøkið fær neyðuga fígging. Felagið sigur, at ófriðurin í heilsuøkinum seinastu tíðina elvir til ótryggleika á øllum trimum sjúkrahúsum, og politisku útmeldingarnar ørkymla limirnar. Tað er trupult at fáa eyga á, hvar sparingar kunnu fremjast, uttan at tað fær ógvuliga neiliga ávirkan á arbeiðsumhvørvið og tænastuna til sjúklingarnar. Limir felagsins eru samdir um, at arbeiðsbyrðan støðugt økist og gera vart við, at vit eru ikki sinnað at góðtaka hetta longur, verður sagt í yvirlýsingini frá felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Bóndin á Signabø er ikki í iva. Signabøur er ein bygd, sigur Dorthea Joensen. Annars greiðir Dorthea frá ymsum viðurskiftum á Signabø. Millum annað frá søguligu hvalastøðini, har nógv virksemi var fyrst í síðstu øld. Signa Kallsoy Joensen og unnustin Jenus í Trøðini hava stóran áhuga fyri føroyska rossinum, og í framtíðini ætla tey at brúka rossið í ferðavinnuni. Føroyska rossið er eisini eitt av hjartamálunum hjá mammu Signu, Dortheu Joensen, sum umboðar Føroyar í einum samstarvi um ross millum Ísland, Noreg og Føroyar. Marnar Tjørnudal hevur koyrt mjólkarbil fyri Mjólkarvirkið í mong Harrans ár, og hann hevur sigur frá onkrum ringum túrum. Konan Valborg Tjørnudal greiðir frá, tá tey vórðu vakt tíðliga ein morgun, tí sonurin Valdimar, ið var hermaður í Afganistan, hevði verið við í einari spronging og hevði fingið skaða. Fyrstu ferð Jákup Suni Joensen á Signabø stillaði upp til býráðsvalið í Havn, varð hann fyrst valdur á størsta listanum og hevði allar møguleikar at gerast borgarstjóri í høvuðsstaðnum. Tað bleiv hann kortini ikki. Ein bindiklubbur á Signabø ætlar, at bygdin skal fáa sína egnum viðarlund. Tær ætla eisini at skipa fyri einum stórum summardegi, sum tær eisini gjørdu fyri trimum árum síðani við góðum úrsliti. Hósdagin í næstu viku fer Føroya rættur undir at viðgera sakarmálið, har fyrrverandi stjórin á Føroya Handilsskúla, Reidar Nónfjall, verður kravdur eftir slakari hálvari millión krónur, sum hann av órøttum skal hava fingið, tá hann sat í bygginevndini fyri Marknagilsdepilin. Tað var landsgrannskoðanin sum á heysti í 2011 hvassliga fanst at, at fólk í bygginevndini fyri Marknagilsdepilin høvdu fingið nevndarsamsýningar uttan heimild. Landsgrannskoðanin helt ikki, at stýrini fyri Handilssúlan og Tekniska skúla høvdu hildið ásetingarnar í viðtøkunum fyri skúlarnar, tá ið tey ikki høvdu biðið Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum um góðkenning av samsýningunum. Og í síni niðurstøðu staðfesti Landsgrannskoðanin, at hon helt tað ikki vera hóskandi atborið fíggjarliga, tá ið nevndarsamsýningar vórðu goldnar, sum heimild ikki var fingin til frammanundan. Fíggjarmálaráðið vildi ikki góðkenna samsýningina til stjóran, og gav stýrinum fyri Handilsskúlan boð um at krevja pengarnar aftur frá stjóranum. Vildi stýrið ikki gera tað, so skuldi onkur annar syrgja fyri, at pengarnir vórðu kravdi aftur, vóru greiðu boðini frá lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum. Stýrið stevndi síðani Reidari Nónfjall eftir slakari hálvari millión, sum hann sum skúlastjóri fekk í samsýning í tíðarskeiðinum frá mei í 2008 til apríl 2011, tá hann sat í bygginevndini fyri Skúladepilin í Marknagili. Eg vil blankt afturvísa øllum skuldsetingum. Grundgevingarnar eru heilt burturvið, og eg ætli mær hvørki at rinda pengarnar aftur, ella gera nakra semju við Stýrið. So má málið heldur enda í rættinum, segði Reidar Nónfjall við útvarpið 6. februar 2012. Kristianna var triðvald á listanum hjá Sjálvstýrisflokkinum, og hevur fleiri ferðir verið á tingið, sum varafólk fyri Sjálvstýrisflokkin í hesi tingsetuni. Men nú er hon farin í Javnaðarflokkin, tað skrivar Sosialurin í kvøld. Við Sosialin sigur Kristianna Winther Poulsen, at hon ætlar sær ikki at gevast í politikki, og fegin vil halda fram. Men at hon fær ikki hildið fram í Sjálvstýrisflokkinum, tí hon er ikki samd við linjuna hjá Kára P. Højgaard. Tá Sambandsflokkurin hevur landsfund leygardagin, leggur Johan Dahl frá sær sum næstformaður í Sambandsflokkinum. Hann hevur boðað frá, at hann stillar ikki uppaftur sum næstformaður. Johan Dahl varð valdur fyrstu ferð á løgting í 2002, og hann var afturvaldur í 2004, 2008 og 2011. Greitt er eisini, at Kaj Leo Holm Johannesen, heldur fram sum formaður. Freistin at bjóða formanninum av var úti í morgun klokkan 9, men ongin hevur boðað frá uppstilling. Tað er ongantíð ein ynskistøða at leggja lið saman, men í hesum føri var tað neyðugt fyri bæði B36 og AB, sigur Anja Weyhe nevndarlimur og fyrrverandi liðskipari hjá B36. Hon sigur at valið stóð í millum, at bæði liðini meldaðu seg úr kappingini ella gjørdu eina samanlegging. Men hon leggur aftur afturat, at hetta er ein fyribilsloysn og tískil er samstarvsavtalan bert gjørd fyri kappingarárið 2015. B36 hevur tvey tey seinastu árini havt tað trupult at manna besta kvinnuliðið. Hetta kann tykjast løgið tá B36 tapti tepurt 2 1 fyri KÍ í steypafinaluni í 2012, og bleiv nummar tvey í landskappingini. AB hevur havt hendan sama trupulleikan at manna einasta kvinnuliðið, sum felagið hevur. AB endaði aftast í kappingini bæði í 2013 og 2014 við fimm og fýra stigum. Vit hoyra um føroyskar sangir. Hesaferð eru vit í Frískúlanum í Havn, sum er á Velbastað. Næmingar syngja og greiða frá.Vit hoyra um sangin Antarungin Andrass, sum Aleksandur Kristiansen skrivaði. Herluf Lutzen syngur. Mass Hoydal sigur eisini, at um játtanin til verkætlanina hevði verið nakað størri, hevði øll talgildingin gingið nakað skjótari, og so hevði alt tilfar eisini verið talgilda. Fyri at fáa lagt lunnar undir nýggjari og haldførari kós í fíggjar og búskaparpolitikkinum eigur landsstýrið at koma í løgtingið við frágreiðing til aðalorðaskiftis um, hvørji ítøkilig tøk skulu takast fyri at tryggja fíggjarliga haldførið hjá føroyska búskapinum nú og í framtíðini, sigur Tjóðveldi í uppskoti sínum. Men longu í dag fer løgtingið at viðgera eitt annað uppskot hjá Tjóðveldi um frágreiðing frá landsstýrinum og aðalorðaskifti. Tað uppskotið er um føroyskan gjaldoyrapolitikk, nú danska krónan er undir hørðum trýsti og órógv er á altjóða gjaldaoyramarknaðinum. Landsstýrið og løgtingið eiga at viðgera og taka støðu til, hvør gjaldoyraloysn og hvør gjaldoyrapolitikkur er bestur fyri Føroyar, bæði nú og um stórar broytingar henda á altjóða gjaldoyramarknaðinum í næstu framtíð, sigur Tjóðveldi í uppskoti sínum. Talan er um uppskot, millum annað ríkislógaruppskot, sum eru komin úr Fíggjarmálaráðnum og tvey uppskot hjá Framsókn og eitt hjá Tjóðveldi. Framsókn biður formansskapin í løgtinginum endurskoða lógina um samsýning og eftirløn hjá løgtingsfólkum og koma við uppskotum um møguligar broytingar á ólavsøku í ár. Uppskotini hjá Framsókn eru at skatta kostnaðarískoytið, at tingfólk fáa endurgoldið tað, sum tey veruliga gjalda fyri flutning í staðin fyri fast gjald sum nú, tað er fyri 100 ferðir aftur og fram um árið. Berlingske skrivar, at Mærsk fyri góðari viku síðani setti Danske Bank at standa fyri søluni av Esvagt, sum veitir trygdartænastur til boripallar. A.P. Møller Mærsk eigur 75 prosent av Esvagt, meðan fyrrverandi fiskimálaráðharrin, Kent Kirk, sum er næstformaður í nevndini í Esvagt, eigur 25 prosent saman við øðrum. Blaðið skrivar, at lokalu vinnulívsfólkini, sum eiga Esvagt saman við Mærsk, ikki vilja selja, tí tey fegin vilja varðveita fyritøkuna í Esbjerg, og at hon ikki skal enda á útlendskum hondum. Stríðið við Kent Kirk og hinar eigararnar er onkusvegna loyst, so nú kann Mærsk loksins halda fram við søluni av Esvagt, sigur ein kelda við Berlingske. Hetta er sama hækking sum í hinum semjunum, ið eru gjørdar millum fakfeløg á privata arbeiðsmarknaðinum og Føroya Arbeiðsgevarafelag, har Reiðarafelagið fyri Farmaskip er limur. Tað er ikki altíð lætt at vita, hvat ymiska útgerðin til sminku verður nýtt til. Cosmopolitan hevur gjørt eitt sjónband, har menn fáa ymiska útgerð í hondina og skulu síðani gita, hvat tað verður nýtt til. Johan Dahl, landsstýrismaður, leggur frá sær sum næstformaður í Sambandsflokkinum, og hann fer úr politikki, tá løgtingsval hevur verið. Nógv gott og gagnligt er fingið á skaftið, tó at okkurt vónbrot eisini hevur verið, sigur fráfarandi næstformaðurin í Sambandsflokkinum Hann var fyrstu ferð tilnevndur landsstýrismaður í 2004, men noyddist eftir fáum døgum frá, tí ófriður var um hansara fortíð í vinnulívinum. Landsstýrið eigur nú at gera reglur, sum tryggja, at áhugamálini hjá landinum í partafeløgum, stovnum og grunnum, sum ikki eru í fíggjarlógini, verða forsvarliga røkt. Tí eigur landsstýrið at koma við lógaruppskoti um almennan eigarapolitikk, segði Reimund Langgaard, formaður hjá løgtingsgrannskoðarunum, við Útvarpið í august í fjør. Nú hava løgtingsgrannskoðararnir tikið stig til at fáa løgtingið at biðja landsstýrið síggja til, at áhugamálini hjá landinum verða forsvarliga røkt. Leysari tilknýti ein grunnur ella eitt partafelag hevur til landsfyrisitingina, færri eru møguleikarnir hjá landsstýrinum at stýra teimum. Í nógvum førum er luturin hjá landsstýrinum bara at velja leiðsluna og samskifta við hana. Løgtingsgrannskoðararnir vilja, at landsstýrið tryggjar sær, at landið hevur ávirkan, sum svarar til váðan ella kostnaðin, landið átekur sær. Landsstýrið eigur at eftirmeta og taka støðu til, um endamálið við virkiseindunum er tíðarhóskandi, og um tað yvirhøvur er uppgávan hjá landinum at eiga ella vera við í virkiseindunum, sum tey kalla grunnar og partafeløg. Løgtingsgrannskoðararnir vilja eins og Landsgrannskoðanin, at landsstýrismaðurin í vinnumálum setur í gildi kunngerð um landspartafeløg skjótast til ber. Tað kann hann gera sambært vinnufelagslógini. Hann skal eisini gera reglur um virkiseindir, sum ikki eru partafeløg. Og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum skal gera eina árliga frágreiðing um virkiseindirnar, landið eigur ella er við í, men sum ikki eru í fíggjarlógini, og har roknskapirnir ikki verða lagdir fyri løgtingið. Hyggjuráðini í morgun vóru um heilsugóðan mat. Johanna á Tjaldrafløtti skúlastjóri á Húsarhaldsskúla Føroya svaraði spurningum frá lurtarunum Páll Sólstein hevur skrivað tónleikin saman við Andras Olsen. og ljóðførini, sum skrivað er til, skulu umboða ljóðførisbólkarnar í einum symfoniorkestri. Nærum 16.000 skattaborgarar hava goldið ov nógv í skatti, og teir fáa nú pening aftur frá Taks. Tilsamans er avlopsskatturin 41,6 milliónir krónur. Tað er ein lurtari, sum hevur gjørt vart við vegastrekkið frá Norðskálatunnlinum og suðureftir, Lurtarin heldur vegastrekkð verða vandamikið, orsaka at Landsverk hevur fresað løg omanav. Fyritøkan Nets, sum millum annað umsitur gjaldskortini hjá føroyskum peningastovnum, fer at niðurleggja 220 størv í Danmark, Noregi, Svøríki og Finnlandi. Hetta verður gjørt til tess at styrkja kappingarførið, skrivar Ritzau. Tilsamans 2500 fólk starvast í Nets, og í eini roynd at sleppa undan, at fólk verða uppsøgd, fer fyritøkan at bjóða starvsfólkunum eina skipan, har tey sjálvboðin fara úr starvi. Fyri einum ári síðani fór Nets á aðrar hendur, tá tveir kapitalgrunnar og pensjónsgrunnurin ATP keyptu fyritøkuna fyri 17 millardir krónur Umframt gjaldskort og gjaldstænastu hevur Nets avtalu við donsku myndugleikarnir um at reka NemID. Forstjórin í Nets, Bo Nilsson, sigur, at hóast færri starvsfólk verða, fer tað ikki at ávirka trygdina í tænastunum, sum Nets bjóðar. Eg eri farin at lurta meira eftir føroyskum tónleiki seinnu árini og hetta er mest í dansistaðnum Sirkus, at eg upplivi fleiri góða konsertir. Soleiðis sigur Margreth Nordberg Thomsen, sum í morgun valdi at hoyra tríggjar føroyskar sangir. Hon valdi Petur Pólson, sum syngur sangin Timburmenn, sum Símun Kunoy hevur skrivað. Eivør við hjarta mítt og at síðani Alex Bærentsen og Nikodemussangbólkurin við sanginum, eigur tú ei kendar vinir. Hoyr omanfyri hví Margreth ynskti at hoyra júst hesar tríggjar sangirnar, sum allir merkja okkurt serligt fyri hana. Veljarakanningin fríggjadagin, sum Fynd gjørdi fyri Sosialin váttar tað, sum aðrar veljarakanningar hava sagt, at samgongan fer at missa meirilutan, tá løgtingsval verður í heyst. Andstøðuflokkarnir fáa meiriluta, men um teir skipa samgongu, veit eingin, fyrr enn val hevur verið. Tað kann eisini hugsast, at flokkar í verandi samgongu og andstøðu skipa nýggja samgongu. Tó hevur Javnaðarflokkurin sagt, at hann fer ikki í samgongu við Fólkaflokkin, og hugsjónarliga er lítið sannlíkt, at síggja Sambandsflokkin og Tjóðveldi í somu samgongu. Búskaparráðið sigur, at tað almenna má útvega sær 750 milliónir krónur aftrat annaðhvørt sum størri inntøkur ella minni útreiðslur hvørt ár í mong ár. Orsøkin til støðuna er lægri inntøkur, hægri útreiðslur og útreiðsluvøkstur, men Búskaparáðið hevur einki boð uppá, hvørji tiltøk skulu setast í verk. Tað er uppgávan hjá politikarunum, verður sagt. Formaðurin í fíggjarnevndini, Bárður á Steig Nielsen úr Sambandsflokkinum, og Aksel V. Johannesen, fíggjarnevndarlimur og formaður Javnaðarfloksins, fara at skifta orð um hetta í Kjakinum eftir Dag og Viku. Bogi Godtfred er vertur. Tað verður eingin breið semja um eina fiskivinnunýskipan, og tí stendur tað til samgonguna at gera av, um uppskot um fiskivinnunýskipan verður lagt fyri løgtingið í hesum valskeiðinum. Ymsar meiningar eru um, hvat hendir, tá veiðiloyvini fara úr gildi tann 31. desember í 2017, er ikki nýggj skipan sett í verk fyri ta tíð. Kommunurnar fara at mótmæla uppskotinum hjá Karsteni Hansen, landsstýrismanni, um at lata kommunurnar gjalda fyri fólk, sum eru á sjúkrahúsi, hóast tey eru liðugt viðgjørd har. Kommunufelagið segði í hoyringarskrivinum um lógaruppskotið, at felagið tekur undir við uppskotinum, men við teirri treyt, at kommunurnar fáa pengarnar frá landinum saman við pengunum, sum kommunurnar fáa til eldraøkið og heimarøktina. Men kommunurnar fingu ikki pengarnar, og tí góðtaka tær ikki, at tær frá í summar fara at fáa rokning fyri fólk, sum eru á sjúkrahúsi. Ikki øll, sum eru liðugt viðgjørd á sjúkrahúsi, kunnu fara haðani, tí hvørki heimarøkt ella røktarheimspláss eru tøk í kommununi, tey eru skrásett í. Av tí at kommunurnar frá 1.januar í ár hava ábyrgdina av heimatænastu og eldrarøkt, heldur Karsten Hansen, at kommunurnar eisini eiga at bera útreiðslurnar, sum sjúkrahúsini fáa, tá tey ikki kunnu útskriva sjúklingar, sum eru liðugt viðgjørdir, til kommunalu heimatænastuna og eldrarøktina. Kommunufelagið vil eisini fyrst hava greiðu á ábyrgdarbýtinum millum kommunurnar, Almannamálaráðið og Heilsumálaráðið, tá fólk av ymsum orsøkum ikki kunnu fara av sjúkrahúsi. Sambært tølum, sum Heilsumálaráðið hevur frá sjúkrahúsunum, vóru 38 liðugt viðgjørd fólk á teimum trimum sjúkrahúsunum í fjør, tey høvdu 2.366 innleggingardagar. Evnafrøðiliga deildin hjá brúkararáðnum hevur kannað 30 pakkar, og í 11 av pakkunum vóru slóðir eftir evni, sum eru undir illgruna at elva til krabbamein, tey kunnu órógva hormonini ella elva til ovurviðkvæmi. Bara í sjey pakkum vóru eingi óynskt evni. Men tá tað snýr seg um reinsiserviettar, skalt tú lesa gjølla uppá fyri at tryggja tær, at pakkin ikki hevur fleiri av keðiligu evnunum, sigur verkætlanarleiðarin hjá brúkararáðnum Tænk Kemi, Stine Múller. Millum teir 30 reinsiserviettarnar var haldevnið, methylisoa thia zolinone, funnið í millum annað tveimum sløgum hjá Nivea. Hetta evnið er ikki hóskandi í reinsiserviettum, skrivar Tænk. Tað økir um vandan fyri at fáa ovurviðkvæmi, tí leivdir av evninum verða sitandi í húðini. Haldevnið er funnið í vørum frá Matas, Sephora og Dennis Knudsen. ES hevur bólkað evnið sum møguliga krabbameinselvandi. Sjey av vørunum, sum royndir vórðu tiknar av, høvdu eisini haldevnið, Propyl paraben, sum er undir illgruna fyri at ávirka hormonini. Eisini methyl paraben, sum er á listanum hjá ES yvir evni, sum kunnu ávirka hormonini, varð funnið í reinsiserviettum frá Shisheido, Murad og aftur í reinsiverviettum frá Nivea. Angi varð funnin í 16 av reinsiserviettunum, sambært vørulýsingini. Sambært brúkararáðnum er tað heldur ikki í lagi, tí luktilsi kann elva til ovurviðkvæmi. Millum tey 30 sløgini av reinsiserviettum vóru bert fimm merktir við Svanamerkinum ella Bláa kransinum hjá danska Astma og allergifelagnum. Stóri trupulleikin, tá tølini í landsbúskapinum skulu ganga upp, er, at útreiðslurnar í almenna geiranum vaksa, samstundis sum inntøkurnar minka. Føroyar og Russland hava samstarvað innan fiskivinnu í mong ár, og seinastu árini er føroyski útflutningurin til Russlands og Eysturevropa nógv vaksin. Landsstýrið hevur í fleiri ár virkað fyri at bøta um handilssambondini við Russland. Málið er nú ein meira víðfevndur handilssáttmáli millum londini, og sendistovan er ein týdningarmikil liður í at røkka hesum, sigur Løgmansskrivstovan. Bjørn Kunoy, løgfrøðiligur ráðgevi á Løgmansskrivstovuni, er tilnevndur sendimaður í Moskva. Uppgávurnar hjá sendimanninum eru at umboða áhugamálini hjá landsstýrinum í Russlandi, umframt at virka fyri betri handilsligum viðurskiftum og at styrkja tey mentanarligu sambondini millum londini. Á sendistovuni starvast tvey fólk. Umframt sendimannin, starvast ein russiskur skrivari. Seinni í vár verður móttøka á sendistovuni í Moskva. Andstøðan setti krøv, tá hon møtti á fundi um fiskivinnunýskipan í gjár, og tað fekk eftir øllum at døma landsstýrismannin í fiskvinnumálum at taka stikkið úr samráðingunum um fiskivinnunýskipan. Bæði andstøðan og limir í samgonguni gjørdust ovfarin, tá tey hoyrdu í útvarpinum á middegi, at partarnir vóru so langt frá hvør øðrum, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ikki heldur møguleikar vera at gera breiða semju um fiskivinnupolitikkin. Hesa vikuna, hoyra vit um føroyskar sangir.Í dag eru vit saman við Búa og Dánjal á ævintýraferð í Hoyvíkar skúla. Teir greiða frá nýggju sangunum á fløguni Ævintýraferðin 2015. Fleiri og fleiri útlendingar seta búgv í Føroyum, og nú er stundin komin at fremja í verki átøkini í Integrasjónsálitinum frá 2011. Og tí eigur løgtingið at fáa landsstýrið at koma við lógaruppskoti, sum setur í verk átøkini, sum mælt verður til í álitinum, sum Innlendismálaráðið fekk frá einum arbeiðsbólki fyri fýra árum síðani. Tey seks átøkini í álitinum frá 2011 eru integrasjónslóg, samskipari at arbeiða við integrasjón, kravt byrjanarskeið í føroyskum, eyka undirvísing í fólkaskúlanum, átøk fyri børn undir skúlaaldri og tulkatænasta. Tjóðveldi sigur, at í 2004 viðgjørdi Útlendingastovan 20 umsóknir frá fólki, sum bóðu um húsfólkasameining, familjusameining, við maka. Í fjør var talið næstan fjórfaldað, 75 umsóknir um húsfólkasameining vóru í fjør. Tjóðveldi minnir á, at løgtingið hevur tikið undir við Integrasjónsálitinum og átøkunum í álitinum. Men stórvegis er ikki hent í verki. Integrasjón er eitt øki, har sum bæði land og kommunur mugu taka ábyrgd. Men landsstýrismaðurin í útlendingamálum, sum í løtuni er Johan Dahl, hevur yvirskipaða ábyrgd. Hann má seta mál fyri økið, orða politikkin og bera so í bandi, at onnur aðalráð og kommunurnar taka sín part á seg, sigur Tjóðveldi. Aðalorðaskifti var um Integrasjónsálitið í løgtinginum síðst í februar í 2013. Innlendismálaráðið er ikki til longur, so nú eigur Vinnumálaráðið málsøkið integrasjón, sum er at fáa útlendingar at gerast partur av føroyska samfelagnum. Frá nýggjársdegi í 2017 kunnu tey, sum leiga hýruvogn í Havn millum annað, vænta at skula gjalda sambært gjaldmálara, og ikki sambært príslista sum nú. Løgtingið fer í dag at viðgera uppskotið hjá landsstýrismanninum í vinnumálum um at loyva kommununum at krevja av teimum, sum koyra hýruvogn, at tey brúka gjaldmálara, taxametur. Sambært Vinnumálaráðnum hevur Vinnunevndin í Tórshavnar kommunu biðið um at fáa lógarheimild til at krevja, at hýruvognar í kommununi hava gjaldmálara. Í Vinnumálaráðnum halda tey tað vera eitt framstig at krevja gjaldmálara í hýruvognar, og tí er lógarbroytingin gjørd og send løgtinginum. Men kommunurnar kunnu kortini ikki krevja, at taxametur verður brúkt fyrr enn 1.januar í 2017. Lógarbroytingin leggur tó upp fyri, at til ber hjá hýruvognum og bilstøðum at hava seravtalur um avtalaðar prísir við stovnar, feløg og fólk um flutning uttan at brúka gjaldmálara. Sambært lógaruppskotinum skal landsstýrismaðurin gera kunngerð við reglum um gjaldmálarar og eftirlitið við teimum, so teir altíð vísa rætta prísin fyri túrin. Ein orsøk er, sambært Bárði á Steig Nielsen, at Sambandsflokkurin hevur latið ov nógv vald upp í hendurnar á øðrum samgonguflokkum. Sambandsflokkurin hevur landsfund nú um vikuskifti. Greitt er longu nú, at Kaj Leo Holm Johannesen heldur fram sum formaður í Sambandsflokkinum, tí eingin hevur stillað upp ímóti sitandi formanni. Greitt er eisini, at Johan Dahl heldur ikki fram sum næstformaður í Sambandsflokkinum. Hann leggur frá sær og fer úr poltikki eftir løgtingsvalið, sum skal vera í seinsta lagi tann 29. oktober. Grønlendska landsstýrið sigur í tíðindaskrivi, at Grønland stóð royndina í rættindum hjá kvinnum. Men CEDAW nevndin hevur tó eisini givið Grønlandi nógv tilmæli um, hvussu rættindini hjá kvinnum kunnu gerast betri. Mælt verður millum annað til at gera okkurt, sum forðar fyri so nógvum fosturtøkum í Grønlandi og forðar fyri harðskapi móti kvinnum. Grønland fær rós fyri javnstøðulógina, sum kom í 2013, og tí so nógvar kvinnur eru í politikki, í vinnulívinum, í skúlaverkinum og á arbeiðsmarknaðinum. Grønlendska landsstýrið samtykti í fjør eina fýra ára ætlan, sum skal forða fyri millum annað harðskapi móti kvinnum. Tilmælini, sum Føroyar fingu frá CEDAW eftir royndina í Geneve 24. februar, vóru millum annað at endurskoða fosturtøkulógina, og at føroyskir myndugleikar skulu virka fyri, at fleiri kvinnur gerast virknar í politikki. Harafturat skulu føroyskir myndugleikar kunna meira um kvinnurættindasáttmálan hjá ST, styrkja rættarverjuna hjá kvinnum, sum eru fyri harðskapi, endurskoða skipanir, sum hava til endamáls at veita javnstøðu, gera fleiri kanningar um kyn og javnstøðu og at fáa til vegar og greina fleiri hagtøl um kynini bæði. Næstu ferð, Grønland, Føroyar og Danmark skulu til roynd í kvinnurættindum, verður í 2019. Men frágreiðing um støðuna skal latast CEDAW nevndini í 2017. Grønland og Føroyar eru við í frágreiðingini hjá Danmark. Okkara kanningar vísa, at eitt ovara mark er fyri D vitaminum, og at fólk ikki ókritiskt skulu taka D vitaminir, um eingin grund er til tað. Úrslitið av granskingini er almannakunngjørt í tíðarritinum, Journal of Endo crin ology and Metabolism, sum er heimsins fremsta innan sítt øki. Granskarar hava kannað innihaldið av D vitaminum í blóðinum hjá næstan 250.000 danskarum og síðani greinað, hví fólk í hesum sama bólki eru deyð. Øvut er heldur ikki gott, um tú manglar D vitamin. Best tykist vera, um innihaldið liggur millum 50 og 70 nanomol fyri hvønn litur av blóði, sigur professarin við Danmarks Radio. Peter Schwartz, professari og granskarar hansara vóna, at nýggju granskingarúrslitini kunnu fáa frísk fólk at hugsa seg um, áðrenn tey glaðbeint keypa sær D vitaminir. Um tú etur sunt og hevur góða heilsu, so er eingin grund til at eta D vitaminir. Ivast tú í, um tær tørvar D vitaminir, so mæli eg til at tosa við læknan, sigur professarin. Tað er órímiligt, at landið letur kommunurnar rokningina fyri røkt av eldri fólkum, sum liggja á sjúkrahúsi, tí einki røktarpláss er tøkt. Heilsumálaráðið arbeiðir í løtuni við einum lógaruppskoti, sum skal gera tað møguligt hjá landinum at senda kommununum rokningina fyri røkt av persónum, sum eru á sjúkrahúsi, tí pláss ikki er fyri teimum í eldrarøktini. Hetta er fullkomiliga órímiligt, tá hugsað verður um, at tað als ikki er nakað nýtt, at persónar liggja á sjúkrahúsi, tí teir ikki kunnu útskrivast. Hetta átti at verið ein partur av samráðingunum millum landið og kommununrar um yvirtøku av eldraøkinum, sigur felagið TIGN. Felagið heldur tað vera ábyrgdarleyst, at landið, nú minni enn tríggjar mánaðir eftir at kommunurnar yvirtóku røktina, vil hava kommunurnar at rinda rokningina. TIGN heldur, at tað er einki, sum bendir á, at kommunurnar fara at megna eitt betri røktartilboð. Og tað ger ikki støðuna betri, at kommunurnar fáa fleiri uppgávur at umsita, uttan at neyðug játtan fylgir við, vísir felagið á. Men tað er fíggjarliga høpisleyst at røkta fólk á sjúkrahúsi, tí tað er nógv dýrari enn at røkta tey heima ella á røktarheimum. Støðan átti at verið loyst fyri langari tíð síðani, sigur felagið TIGN. Nakrir hagaeigarar í Kvívík hava fingið nýtt snotiligt seyðahús omanfyri bygdina, har felagshølir eru innrættaði á loftinum. Í sambandi við sólarmyrkingina skipar Kvívíkar kommuna fyri einum serligum tiltaki í nýggja seyðhúsinum Victor Carlsen sigur at tónleikaáhugin spennur víða, men kann ikki koma uttanum at átrúnaðarligaumhvørvið hevur sett síni merki í áhugan. Í morgun var hann spæl føroyskt gestur og hann valdi at hoyra meistarans hond hjá Nikodemussangbólkinum, Hann gav lívinum innihald, sum sangbrøður hava tulkað og síðani The well hjá Una Debess. Hoyr omanfyri hví Victor Carlsen valdi júst hesar tríggjar sangirnar. Rókur Jákupsson meldaði seg ikki sjálvur til kappingina, men valdi at taka av eftir umhugsunartíð. Hann setti eitt krav um at spæla egin løg, og tað góðtóku fyriskipararnir í kappingini, Ísland hevur talent. Hálvfinalurnar eru býttar sundur í trý umfør, og 22 mars skal royndin standa seg hjá Róki. Hetta vil siga at hann bæði missir sólarmyrkingina 20 mars og eina konsert hjá Paul Simon og Sting, sum hann upprunaliga skuldi til. Men hann tekur avbjóðingina við einum smílli og hevur ongar vónir um at vinna ella koma víðari frá hálvfinaluni. Rókur spældi sangin, among giants , sum hann framførdi til fyrstu upptøkuroyndina. Hoyr samrøðuna og sangin hjá Róki Jákupssyni omanfyri. Eitt hugskot hjá Linjohn Christiansen, borgarstjóra í Skálavík og skipara, verður um tveir tríggjar mánaðir til sølu sum ein tænasta, sum kann geva gomlum fólkum størri lívsgóðsku. Herfyri varð smápartafelagið TechCare stovnað. Felagið er nú í ferð við at menna hugskotið hjá Linjohn Christiansen, sigur stjórin í TechCare, Regin W. Dalsgaard. Sum nakað nýtt og sum ein liður í at veita ungum við serligum tørvi fleiri skúlatilboð, er nú møguleiki fyri at søkja inn á serbreyt í miðnámsskúlunum á Kambsdali. Serbreytin er serliga ætlað næmingum við serligum tørvi, sum hava tørv á eini serliga skipaðari skúlagond, sum tekur støði í einstaka næminginum. Serbreytin er ætlað komandi skúlaár at hýsa 8 næmingum og verður skipað sum 4 ára skúlagongd. Starvsfólkatoymi við serkunnleika undirvísa og stuðla næmingunum á serbreytini. Undirvísingin verður bygd á læruætlan, sum er gjørd til einstaka næmingin, har dentur er lagdur á at klára seg í dagliga lívinum, at læra ymiskt bókmentaligt og ella listaligt, teldunýtslu og handaligt arbeiði. Afturat hesum so bjóðar studentaskúlin á Kambsdali eina sera lestarvegleiðing nú fram til at freistin at søkja inn á skúlan er úti 15 mars. Vegleiðingartænastan er uttanfyri vanliga arbeiðstíð og skúlatíð. Tað verður vegleitt gjøgnum telefon, kjatt og teldupost. Hetta tí at lestrarvegleiðarar á hvørjum ári uppliva at fólk hava sera nógvar spurningar, tá ein yrkisleið ella fak skal veljast. Hoyr Óla Wolles, umsitingarleiðara greiða frá serbreytini og Hannu Jensen, lestrarvegleiðara greiða frá nýggju vegleiðingartænastuni. Hóast eg helt meg hava heimild at samráðast við andstøðuna um nýggja fiskivinnupolitikkin, so føli eg nú, at eg ikki havi neyðugu heimildina, og tí má samgongan taka støðu til, hvat hon vil. Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sum í gjár boðaði frá, at hann ikki sá nakra meining í at halda fram við samráðingunum við andstøðuna, fyrr enn samgongan hevur gjørt sær greitt, hvat hon ætlar á fiskivinnuøkinum. Tað sigur Eirikur Lindenskov, viðmerkjari, um politisku støðuna, nú landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur sagt, at hann kennir seg ikki hava neyðugu heimildina at samráðast um fiskivinnunýskipanina. Samgongufundur verður í næstu viku um fiskivinnupolitikkin, men tað kann hugsast, at samgongusamstarvið eisini verður á skrá, tí fiskivinnunýskipanin var eitt mál, sum samgongan setti sær fyri at loysa í góðari tíð fyri val, men nú nærkast valið av álvara, sigur Eirikur Lindenskov. Uttan pengar frá landinum fara kommunurnar ikki at gjalda sjúkrahúsunum fyri fólk, sum eru liðugt viðgjørd har, men onga staðni hava at fara, og tí noyðast at vera verandi á sjúkrahúsinum. Tað sigur formaðurin í Kommunufelagnum, Heðin Mortensen, nú uppskot er komið í løgtingið um at lata kommununum fíggjarligu ábyrgdina av gomlum fólki á sjúkrahúsunum. Av tí at kommunurnar frá 1.januar í ár hava ábyrgdina av heimatænastu og eldrarøkt, heldur Karsten Hansen, at kommunurnar eisini eiga at bera útreiðslurnar, sum sjúkrahúsini fáa, tá tey ikki kunnu útskriva sjúklingar, sum eru liðugt viðgjørdir, til kommunalu heimatænastuna og eldrarøktina. 20. mars fara 1.000 ferðafólk at fylgja sólarmyrkingini uppi yvir høvuðsstaðnum, við Hotel Føroyar, og sjónvarpslið frá BBC og CNN fara at gera tað sama á flagtekjuni á hotellinum. Ritzau skrivar, at Princess Seaways hjá DFDS, sum siglir úr Hollandi til Newcastle í Onglandi, verður fullfermd av ferðafólki, tá kósin verður sett móti Føroyum. Bara í Danmark hava 885 fólk keypt sær ferðaseðil við Princess Seaways, sigur Erik Fey frá Hjørring Rejsecenter, sum hevur leigað skipið saman við føroyingum. Fólk eru púrasta býtt í hesum. Tey, sum hava upplivað sólarmyrking áður, rinda jú í dýrum dómum fyri at sleppa at uppliva tað aftur. Og líkindi eru fyri góðum veðri, tí forsøgnin lovar hampiliga nógva sól, sigur hann við Ritzau. Ferðafólkini, sum koma við Princess Seaways, fara at uppliva sólarmyrkingina við Hotel Føroyar, sigur Erik Fey, sum metir, at tey verða eini 1.000 í tali ja, og so sjónvarpsliðini hjá BBC og CNN á flagtekjuni afturat. Johan Dahl, landsstýrismaður, hevur verið í Íslandi og kunnað seg um íslendsku royndirnar við útlendingamálum, serliga integrasjón av útlendingum, og um flóttafólk. Ísland hevur í mong ár tikið ímóti kvotaflóttafólkum. Hetta eru flóttafólk, sum Ísland ger avtalu við ST um at taka ímóti. Ofta eru hetta flóttafólk, sum einki land hava at fara aftur til. Í løtuni tekur Ísland ímóti umleið 10 kvotaflóttafólkum annað hvørt ár. Serliga eru tað einligar mammur, ið ofta hava fleiri børn, sum Ísland tekur ímóti. Talið á teimum, ið biðja um friðskjól í Íslandi, er vaksið nógv seinnu árini. Í 2009 søktu 35 fólk um friðskjól Íslandi. Í 2014 var talið 175. Í ár verður roknað við, at umleið 216 fara at biðja um friðskjól. Útlendingamál kosta íslendska statinum millum 70 og 100 milliónir danskar krónur at umsita um árið. Sannlíkt er, at hetta tal fer at økjast munandi, heldur forsøgnin um, fleiri fara at biðja um friðskjól Íslandi. Á ferðini í Íslandi hitti Johan Dahl eisini íslendska Reyða Kross, sum hevur ein serligan virknan leiklut, tá tað ræður um at integrera flóttafólk í Íslandi. Eisini varð vitjað í Keflavíkar kommunu, sum hevur tikið ímóti nógvum flóttafólkum seinni árini. Har hitti landsstýrismaðurin eisini flótta, sum greiddi frá sínum royndum sum flóttafólk í Íslandi. Íslendingar leggja serliga stóran dent á, at tað er sera týdningarmikið alla tíðina at hava breiða politiska undirtøku fyri útlendingapolitikkinum. Ferðin hevur tí sannført meg enn meira um, at hetta er eitt sera viðbrekið og torgreitt øki at arbeiða við, og tí eiga vit at umhugsa málið sera væl, áðrenn vit taka nakra avgerð um at taka ímóti flóttafólkum, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður, við heimasíðuna hjá Vinnumálaráðnum. Vit gera tiltøk til borgararnar alt árið, men gera serliga nógv burturúr í mentanarvikuni. Kommunan fyllir í ár 10 ár, og í vikuskiftinum verður skipað fyri Start Up skeiði í Hósvíkar skúla. Sunda kommuna hevur tað gott, higartil eru vit 20 fleiri í kommuni í mun til í fjør. Men í eini kapping um borgarar við aðrar kommunur er neyðugt at geva borgaranum okkurt. Hóast hetta Start Up skeiðið í fyrstu atløgu bert er til privat gagn hjá tí sum luttekur, so hevði tað verið stuttligt um okkurt uppskot kom burturúr, sum kommunan kann brúka í síðsta enda. Hoyr samrøðuna omanfyri við Jógvan Kruse, fíggjar og fyrisitingarleiðari og Noomi K. Rasmussen, frá mentanardeildini. Nú føroyskar fyritøkur fáa møguleika at fáa fígging úr danska Vækstfonden, er leiðslan í grunninum á vitjan í Føroyum. Endamálið er at greiða myndugleikum, fíggingarstovnum og fyritøkum um fíggingarmøguleikarnar, og í morgun var fundur við Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum. Eg síggi stórar møguleikar, sum kunnu fáa meiri nýskapan og vøkstur í føroyskum vinnufyritøkum, og at skapa búskaparvøkstur, sigur Johan Dahl, sambært heimasíðuni hjá Vinnumálaráðnum. Hann vísir á, at Vækstfonden millum annað hevur verið við til at fíggja mobilappina Vivino hjá føroyinginum, Heina Zachariassen. Vækstfonden fíggjar fyritøkur, har váðin er stórur, og har fíggingarmarknaðurin annars aftrar seg við at veita fígging. Grunnurin veitir ábyrgdarpening og fremmandafígging. Í samstarvi við privatar íleggjarar hevur grunnurin síðani 1992 verið við til at fíggja 5.400 fyritøkur við 12 milliardum krónum. Vága Floghavn fær ikki tikið gjald fyri parkeringsøkini, fyrr enn floghavnin sleppur at nýta skrásetingina hjá Akstovuni um bilar. Ein bummskipan er roynd, men hon var ofta í ólagi, og tí varð hon slept. Tí hevur Vága Floghavn seinasta árið samstarvað við Akstovuna fyri at fáa atgongd til teirra skráir um bilar, og so nýta upplýsingar hjá Akstovuni at krevja gjald fyri parkering á parkeringsøkinum við floghavnina. Løgtingið umrøddi í dag uppskotið frá landsstýrinum um at geva pørtunum neyðuga loyvið. Málið fekk ikki drúgva umrøðu, og tað er beint í Vinnunevndina Kortini varð spurningurin reistur, um tað ikki eigur at verða viðmerkt, at skipanin fer úr gildi, um avgerð verður tikin um at privatisera Vága Floghavn. Upplýst verður í viðmerkingunum, at 253 parkeringsøki eru við flogvøllin. Av teimum eru 122 parkeringsøki til starvsfólk og onnur, sum einki rinda fyri økið. Heldur ikki verður gjald kravt, um ein bilur stendur á einum parkeringsøki upp í ein tíma. Mett verður, at umleið 32.000 bilar nýta parkeringsøkið um árið. Og at umleið 15.000 bilar fara at nýta langtíðarparkeringina, tað er tá parkerað verður longur enn 1 tíma. Í miðal standa bilar á økinum í umleið fýra dagar. Stendur ein bilur millum eitt og fimm samdøgur, verður prísurin 50 krónur fyri samdøgrið, og millum 6 og 19 samdøgur 25 krónur um samdøgfrið. Síðani fellur gjaldið niður í 25 krónur um samdøgrið Ein meting hjá Vága Floghavn, vísti, at floghavnin í fjør skuldi fáa 1,4 milliónir krónur í parkeringsgjøldum. Men skipanin hevur iki virkað síðani í mei í fjør, og tí er inntøkan munandi lægri, verður upplýst í viðmerkingunum. Tá løgtingið hevur samtykt uppskotið, skal landsstýrismaðurin gera eina kunngerð um parkeringina við Flogvøllin í Vágum, og hann skal eisini áseta gjald til Akstovuna, sum gevur floghavnini atgongd til sínar skráir. Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum ásannar, at orðingarnar í útboðnum hjá Gjaldstovuni, sum á Keypsportalinum bjóðaði út tænastuna sum verkætlanarleiðari at talgilda tænastur hjá tí almenna, vóru óhepnar og ikki eiga at koma fyri eina aðru ferð. Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum hevði fríggjadagin fund við Búskapar og løgfrøðingafelagið, Akademikarafelagið og Starvsmannafelagið. Leif Abrahamsen, stjóri á Gjaldstovuni, og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hava ásannað, at orðingarnr í útboðnum vóru óhepnar, tí tær kundu skiljast soleiðis, at talan var um eitt starv og ikki um eina tænastu. Snorri Fjallsbak, stjóri á Lønardeildini, sigur, at sama mistak skal ikki koma fyri aftur eina aðru ferð. Og tí fer Fíggjarmálaráðið nú at orða greiðar leiðreglur, so eingin ivi er um, hvørjar reglur eru galdandi, tá tænastur verða bjóðaðar út á Keypsportalinum. Snorri Fjalsbak sigur, at tann tilgongdin er komin so langt, at tað kemur ikki upp á tal, at steðga nú. Tí verður útboðið, sum Mutabor vann, ikki ógildað og strikað, og arbeiðið verður gjørt. Men greiðar mannagongdir skulu gerast fyri framtíðina, so slíkt ikki hendir aftur, sigur hann. Fakfeløgini, sum vóru á fundi í Fíggjarmálaráðnum fríggjadagin, hava góðtikið frágreiðingina, tey fingu frá Lønardeildini og gera ikki meira við málið. Tað er beinleiðis óseriøst og skaðiligt fyri fólkaskúlan at skipa fyri eini Pisa kanning fyri og aðrari eftir, uttan at ein djúptøkin greining verður gjørd av úrslitinum. Hann vísir á, at hóast fleiri PISA kanningar hava verið gjørdar, er bara ein verulig frágreiðing latin myndugleikunum, og tað var eftir fyrstu kanningina. Nú er so langt liðið, síðani seinasta úrslitið kom, og eg vænti ikki, at nakað fer at vera gjørt við tað heldur, sigur Herálvur Jacobsen. Næsta PISA kanningin verður frá 16. til 20. mars. Tá fara næmingar í 9. flokkunum kring landið fyri fjótðu ferð at til PISA kanning. 900 fólk fáa hendan studning, so hækkingin fer at kosta landskassanum 900.000 krónur í ár, men annars okkurt um tvær milliónir um árið. Landsstýrismaðurin vónar, at hækkaði studningurin fer at fáa fleiri lesandi við børnum at støðast í Føroyum. Aðrar broytingar og dagføringar eru eisini í lógaruppskotinum um lestrarstudning, sum verður viðgjørt á tingfundinum í dag. Teirra millum eru stuðul til privatar fjølmiðlar og kravið um, at kommunur rinda sjúkrahúsunum fyri fólk, sum eru liðugt viðgjørd har, men ikki kunnu fara haðani, tí heimarøktin ella eldrarøktin fær ikki tikið tey. Fiskaren skrivar, at lutakast hevur júst verið um 37 loyvi at fiska lodnu í Barentshavinum. Lutakast varð neyðugt, tí 120 umsóknir vóru. Men nógvir reiðarar, sum fingu loyvi í lutakastinum, tóku ikki av, og neyðugt varð at fara heilt niður til nummar 65 á listanum fyri at sleppa av við øll 37 fiskiloyvini. Ein reiðari, sum Fiskaren hevur tosað við, heldur, at søkt verður um loyvi til so nógv skip, tí reiðarar stúra fyri at missa rættin at fiska lodnu í Barentshavinum. Í gjár vóru Finnur Fríði og Jupiter við lodnu á Fáskrúðsfirði á Eysturlandinum. Sambært Varðanum var hetta seinasti lodnutúrur hjá Jupiter á hesum sinni. Tað verður gjørt við almennari kapping um verkætlanina. Vinnarin fær minst 175.000 krónur Onnur virðisløn er 100.000 krónur og triðja virðisløn er 50.000 krónur Talan er um eitt spennandi, men eisini avbjóðandi øki. Stór krøv eru um, at kirkjan fellir væl inn í økið og virðir Sandá og náttúruna har, sigur kirkjuráðið í innbjóðingini til kappingina. Í dómsnevndini, sum skal taka støðu til uppskotini um nýggju kirkjuna á Argjum, eru Bjartur Dalsgarð, formaður, Valbjørn Dalsgarð, næstformaður og Sólrun Gleðisheygg, skrivari, fyri kirkjuráðið. Fyri stýrið fyri missiónina er Alfred Alex Hansen, og fyri Arkitektafelagið eru Birita Wardum, býararkitektur hjá Tórshavnar kommunu, og Carl Viggo Hølmebakk, arkitektur, í dómsnevndini. Í hesu vikuni skal ein stórur partur av teimum, sum fara úr fólkaskúla gera av, hvørja miðnámsútbúgving teir skulu fara undir. Umsóknarfreistin er 15. mars og tað er nú sunnudagin. so her eru nakrir dagar eru eftir at umhugsa seg í Vit fara hesa næstu løtuna at tosa um hvørjar miðnámsútbúgvingar eru hvussu man søkir inná teir tí sum eg skilji kann man senda umsóknina talgilda avstað. í útvarpsstovuna er nú komnir tríggir lestrarvegleiðarar umfamt Mortan Zachariasen fulltrúi í Mentamálaráðnum. Hans Mikkelsen Føroya Studentaskúli og hf skeið Jón í Haraldsstovu Føroya Handilsskúli Annika Mellemgaard Tekniski Skúli Løgtingið fer í dag at viðgera uppskotið hjá Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, um at hækka viðbótina til fólkapensjónistar 1. juli. Neyðugt verður at biðja um eykajáttan frá løgtinginum, fyri at seta viðbótina í verk, tí 10 milliónir krónur eru játtaðar á fíggjarlógini til endamálið, meðan tørvurin í ár verður 13,7 milliónir krónur Tí má løgtingið játta 3,7 milliónir krónur aftrat til ætlanina. Nakað av pengunum fáa landið og kommunurnar aftur í skatti, í ár 4,8 milliónir krónur, og næsta ár 8,2 milliónir krónur, sæst í viðmerkingunum til uppskotið. Landsstýrismaðurin í heilsumálum skal ikki longur seta kommunulæknar, men Heilsutrygd, tí kommunlæknaskipanin varð flutt til Heilsutrygd í 2013. Frammanundan lá kommunulæknaskipanin beinleiðis undir Heilsumálaráðnum. Karsten Hansen, landsstýrismaður, hevur skotið upp fyri tinginum at broyta kommunulæknaskipanina soleiðis, at tað verður ásett í lógini, at tað ikki verður landsstýrismaðurin, sum skal seta kommunulæknar í fast starv. Setanarmyndugleikin verður nú hjá Heilsutrygd. Hóast arbeiðsloysi er stórt millum føroyskar flogskiparar eg haldi at eg havi sæð talið 30, so heldur hetta ikki ungum føroyingum at fara á flogskiparaskúla ein teirra er Rósing Dam úr Havn sum gongur á flogskiparaskúla í Roskilde. Gissur Patursson var spæl føroyskt gestur í morgun. Hóast hann visti beinanvegin hvørjar sangir hann fór at velja, so brúkti hann fleiri tímar at lurta eftir fjølbroyttum føroyskum sangum. Hann valdi at spæla, Kræklingar við sanginum Ábit, sangurin Mamma hjá Moirea og til seinast valdi hann Frændur við sanginum, Afrodite. Hoyr omanfyri hví Gissur Patursson valdi hesar tríggjar sangirnar Listatiltakið setti met og Kinna Poulsen var sera hugtikin av hvussu kreativ fólk eru. Ofta er neyðugt at hyggja fleiri ferð eftir myndunum, og soleiðis var eisini við vinnaranum hesaferð. Her kanst tú síggja allar 165 myndirnar, sum vóru við í kappingini. Hoyr Kinnu Poulsen greiða frá hví vinnarin gjørdist Elna Johannesen, og hoyr hana greiða frá øðrum góðum myndum. Kinna Poulsen gevur eisini íblástur til næsta evnið, sum er tað síðsta í hesum umfari. Evni næstuferð er Sólarmyrking . Eitt djór er ikki ónt, tí tað reagerar instinktivt, meðan menniskjan kann fremja óndskap, tí tað er tilvitað um, at gerðin er ónd. Óndskapur sindrar felagsskapin millum menniskjur, men hví er tað ónda til í heiminum Má tað ónda vera til, so vit varnast tað góða Pengarnir vera við í eykajáttanarlógini, sum landsstýrið fer at leggja fyri løgtingið í næsta mánað, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum. Løgtingið avger so, um kommunurnar fáa pengarnar. Eystari landsrættur strikaði ikki stóru rokningina, sum Heilsumálaráðið fekk frá Region Hovedstaden fyri psykiatriska viðgerð hjá einum dømdum manni. Fyri einum góðum ári síðani dømdi Føroya rættur Heilsumálaráðið at rinda góðar átta milliónir krónur umframt rentu fyri viðgerðina og 400.000 krónur í sakarmálskostnaði. Stóra rokningin úr Danmark er fyri uppihaldið og psykiatrisku viðgerðina hjá einum útlendskum sjómanni, sum eitt nevningating í Føroya rætti í oktober í 2006 dømdi í viðgerðarvarðhald á sjúkrahúsi, tí hann stakk skiparan á frálandsskipinum Tórsvík. Tá maðurin varð tikin, hevði hann fyribils uppihaldsloyvi í Føroyum. Tí eiga føroyskir myndugleikar at gjalda fyri viðgerðina, sum var í Danmark, sigur dómsvaldið. Langa fríggjadag og páskadag ber til at sleppa tríggjar ferðir aftur og fram um Skopunarfjørð og tvær ferðir millum Krambatanga og Havnina. Strandfaraskip landsins hava kunngjørt ferðaætlanina fyri langa fríggjadag og páskadag. Fyri fyrstu ferð verður í ár eisini siglt millum oyggjarnar hesar báðar halgidagarnar. Sambært ferðaætlanini verða tveir túrar aftur og fram á Suðuroyarleiðini, tríggir á Nólsoyarleiðini og Sandoyarleiðini, tveir á Skúvoyarleiðini og Kalsoyarleiðini, og Ritan siglir eina ferð til Svínoyar og Fugloyar. Johan Dahl, landsstýrismaður, boðaði frá seint í september í fjør, at strandfaraskipini skulu sigla allar dagar í árinum, eisini langa fríggjadag, páskadag og jóladag. Kommunurnar fáa pengarnar frá landinum, sum tað fer at kosta teimum at gjalda fyri fólk á sjúkrahúsunum. Pengarnir vera við í eykajáttanarlógini, sum landsstýrið fer at leggja fyri løgtingið í næsta mánað, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum. Løgtingið avger so, um kommunurnar fáa pengarnar. Í ár eru 100 ár liðin, síðani Barnarímur Hans Andrias Djurhuus komu út. Og saman við Eyð Berghamar Jacobsen og Hanus Kamban eru vit á ferð í universi Hans Andriasar. Eisini ummælur Andras Olsen fløguna Cesurae hjá Dávur Juul Magnussen, eins og Hjørdis Trónd sigur okkum um hús Hans Andriasar. Snikkaralærlingar eru í dag nærum líka sjáldsamir í Føroyum sum lundi á jólanátt. Og teir, ið eru so hepnir at fáa eitt lærupláss, noyðast til Danmarkar á skúla. Hetta harmar eigaran og stjóran í Snikkarakjallaranum í Dali, ið er einasta snikkaravirkið í landinum, sum hevur lærling í løtuni. Tað sigur Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, sum er samdur við partamannin, Jacob Vestergaard, um, at einki høpi er í at samráðast við andstøðuna, sum støðan er. Hann er eisini samdur við Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, um, at andstøðan eigur at vera við til at ávirka fiskivinnunýskipanina. Forskatting av pensiónum og skattalætti eru átøk, sum ikki bøta haldførið í føroyska búskapinum. Tað sigur formaðurin í Búskaparráðnum, Sverri Hansen. Verða pensjónir forskattaðar, má peningurin ikki brúkast til aðrar útreiðslur, tí forskattingin er ikki nýggj inntøka, sigur formaðurin í Búskaparráðnum Hann sigur, at sínar royndir at finna breiðar semjur bera ongantíð á mál. Jenis av Rana vísir á málið um stjórnarskipanina, pensjónsmálið og seinastu trý árini um fiskivinnunýskipan. Jenis av Rana sigur, at uppskotið um fiskivinnunýskipan er at kalla liðugt. Arbeiðið er ikki en dað, tí andstøðan skuldi hava møguleikar at gera viðmerkingar til tað. Tað skuldi bara tikið eina løtu at gjørt uppskotið liðugt, og so borið tað í løgtingið, og tað helt Jenis av Rana eisini, at semja var um á samgongufundinum fríggjadagin. John Johannessen, politiskur viðmerkjari, trýr hvørki uppá eina smala ella eina breiða semju um eina fiskivinnunýskipan áðrenn val. Løgtingsval verður í seinasta lagið í oktober og eingin politiskur flokkur hevur áhuga í at gera breiðar semjur so tætt uppá eitt val, tí onkur verður ónøgdur, sigur John Johannessen. Hann trýr heldur ikki uppá eina smala semju, áðrenn eitt val, tí samgongan er ikki samd, sigur hann. Tað hevur verið nógv affall í vetur, og hetta er ikki uttan orsøk. Veðurlagsbroytingar merkja at økir við nógvum affallið verða vátari og turr øki verða turrari. Tað er ov tíðliga at siga, um nógvi vindurin, sum hevur verið seinastu árini eisini er orsaka av veðurlagsbroytingum. Og vánaliga veðrið hevði fleiri avlýsingar við sær hjá Strandferðsluni í gjár og í gjárkvøldið. Men í morgun eru betri líkindi, og skip og bussar hjá strandferðsluni sigla og koyra aftur sum vænt, sigur Jens Petur Brattalíð, ferðslusamskipari hjá Strandfaraskipum Landsins, í morgun. Vansin er bara tann, at lógin, sum sigur, at eftirløn skal ikki rindast av slíkum samsýningum, er farin úr gildi. Hon fór úr gildi á nýggjárinum. Fyrsta mál á dagsskránni hjá løgtinginum í dag er eitt uppskot frá Fíggjarmálaráðnum um, at samsýningar fyri at ansa eftir fólkum heima við hús framvegis eru undantiknar eftirlønargjaldi, nú kommunurnar hava eldrarøkt og heimarøkt, og tí gjalda samsýningarnar. Almannamálaráðið boðaði hálvan desember í fjør Fíggjarmálaráðnum frá, at lógin um undantak frá eftirlønarlógini fór úr gildi á nýggjárinum. Tí bar ikki til hjá Fíggjarmálaráðnum at lata løgtinginum uppskot um broyting, sum skuldi koma í gildi 1.januar uttan at víkja frá øllum freistum. Avleiðingin er, at lógin um eftirløn vísir til eina aðra lóg, sum fór úr gildi 1.januar. Av tí at talan er um eina lógarbroyting, sum er til fyrimunar fyri borgaran, mælir landsstýrismaðurin í fíggjarmálum til, at broytingin virkar frá 1.januar. Fær lógarbroytingin ikki afturvirkandi virknað, noyðist TAKS, fyri at halda eftirlønarlógina, at krevja eftirlønargjald av samsýningunum frá 1.januar til dagin, lógarbroytingin kemur í gildi. Á tingfundinum í dag eru mál til viðgerðar, sum skulu í Figgjarnevndina, fimm uppskot hjá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, og tvey uppskot til samtyktar hjá Tjóðveldi, annað um fíggjarligt váðaráð, og hitt er um at tryggja Føroyum fíggjarligan haldføran búskap. Samstundis boðar íslendska stjórnin frá, at avgerð hennara loysir Ísland frá øllum bindingum við ES, sum samráðingarnar hjá undanfarnu stjórnini um limaskap høvdu við sær. Sambært íslendsku ríkisstjórnini virðir ES avgerðina hjá Íslandi. Tað hevur stjórnin fingið at vita frá uttanríkisráðharranum í Lettlandi, sum í løtuni hevur formansskapin í ES. Nú umsóknin um ES limaskap er tikin aftur, hava íslendsku stjórnarflokkarnir hildið vallyftið, teir góvu fyri tveimum árum síðani. Tað er lagnunnar speisemi, at teir báðir stóru borgaraligu flokkarnir, sum nú eru í íslendsku stjórnini, fingu skyldina fyri skrædlið í 2008. Mánin er okkum 400 ferðir so nær sum sólin, men hann er eisini 400 ferðir so lítil sum sólin. Tí eru hesir knøttir umleið líka stórir at síggja til á luftini. Tá ið mánin er í millum okkum og sólina, kemur hann stundum fyri sólina. Tá er sólarmyrking. Tað øvugta kann eisini henda. At í fullari sól kemur mánin stundum í skuggan av jørðini. Tá er mánamyrking. Hargarbrøðurnir, nevndir Hargarkempurnar, dóttursynir Jenis í Laðangarði, búðu í Hørg í Sumba. Teir vóru fýra í tali, kimburligir menn og avburðarmenn til styrki og reystleika Niklas, Jógvan, Ísakur og Pætur. Teir yngstu av teimum vóru tvíburðar. Illa samdust teir, og so hatskir vóru teir hvør við annan, at agn fór ikki um bekkin, tá ið teir vóru á útróðri. Var uppi hjá einum, varð hann at sita fyri onki. Miðlingabrøðurnir vóru farnir á Hólmskorar at royta seyð og stinga ullina til sín, tó at felag var millum teir allar. Tá ið teir vóru á veg heimaftur, fóru hinir avstað og møttu teimum á Eggjargarði. Hin yngsti vildi leypa á og taka ullina, men hin elsti, Niklas, ið var toligur maður, ráddi frá. Tí segði hann, at fóru teir saman at berjast, kom onki teirra aftur á lívi, av tí at teir vóru javngóðir. Betri var at fara út í Dal og royta afturímóti. Teir út í Dal at reka, men miðlingabrøðurnir vendu og fóru aftaná. Tá ætlaðu teir at hópast og lovaðu, at tá ið teir komu á rættina, skuldi morð verða. So kemur hetta brotið Men sum teir gingu og róku seyð, báðir partar, og vóru komnir heim á Fløur rættin stóð á Hellurók , tá kom so snøggliga eitt myrkur niður yvir teir. Angist kom á teir, og teir lovaðu nú øðrvísi enn fyrr, at lat Várharra teir sleppa við lívinum, skuldu teir verða betri menniskjur. Tá lýsti í myrkrið aftur teir hálsfevndust og lovaðu, at onki stríð skuldi verða teirra millum aftur. Síðan sótu teir so væl um sátt, at teir býttu ikki pottin alt var í felagi. Søgn úr bókini Færøske folkesagn og æventyr , 1898 1901 eftir Jakob Jakobsen. Spurningurin er nú, hvat tað var, sum var brøðrunum fyri, hendan dagin. Neyvan var tað bara eitt grovt æl. Heldur man talan verða um eina fulla sólarmykring. Sterka Marjun var móðir Hargabrøðurnar. Líkt er til, at faðir hennara var Jenis Jógvansson, bóndi í Laðangarði, og bróður hennara, Símun Jenisson, tók við festinum í 1592. Tað merkir, at Hargabrøðurnir hava livað um ár 1600. Sambært bókini Sonnenfinsternisse von 600 bis 1800 eftir J. Fr. Schroeter, sum varð givin út í Kristiania í 1923, hava árini 1400 1800 verið seks fullar sólarmykringar í Føroyum Talan kann sjálvandi vera um eina hending, sum í fólkamunni er flutt fram í tíð, men hava vit álit á søgnini, kunnu vit við ávísum fyrivarni tíðarfesta hesa hendingina til 30. mai í 1612. Verður ikki roknað við summartíð, hevur hatta verið klokkan10 25 fyrrapartin. Sólin hevur staðið í ein landsynning, og brøðurnir hava sæð Venus í ein eystan, meðan myrkt var, tað er, um klárt var í veðrinum henda dagin. Nevnda sólarmyrking var annars ikki full um allar Føroyar. Hon var full í Suðuroy og Sandoy, men ikki vesturi í Vágum. Eftir søgnini hevur hetta verið áseyðaroyting, sum brøðurnir hava fingist við, og hóast altíð varð rikið tvær ferðir í áseyðaroyting í gomlum døgum, tá ið ull var Føroya gull, kann hetta tykjast í so tíðliga, men veðrið kann hava verið øðrvísi tá. Elsta søgan um eina sólarmyrking, er ein aldargomul kinesisk søgn. Søgnin sigur, at í gamla Kina trúði man, at sólarmyrking hendi, tí at ein ósjónligur dreki fleyg upp til sólina og át hana. Tey trúðu at, um øll hildu so nógvan gang sum gjørligt og skutu pílar upp í loft, so ræddu tey drekan burtur frá sólini. Keisarin í Kina hevði sett tveir stjørnufrøðingar, Hsi og Ho at siga sær, nær drekin ætlaði at eta sólina, men hetta eydnaist teimum ikki. Keisarin var í øðini, tí ongin var fyrreikaður at ræða ósjónliga drekan, og tí eydnaðist tað honum at eta sólina, sum honum hóast alt ikki dámdi og spýtti út aftur. Hsi og Ho vórðu dømdir til deyða. Mett verður, at her er talan um ein sólarmyrking, sum var fyri góðum 4200 árum síðan, ella heilt neyvt tann 22. oktober ár 2134 fyri Krist. Í fleiri londum hava fólk trúð, at sólin gjørdist myrk mitt á degi, tí hon var ill. Sólin var ill við mannaættina, tí rýmdi hon eina løtu. Víkingar trúðu, at úlvar høvdu etið sólina, indianarar trúðu, at ein bjørn hevði etið sólina og í Vietnam trúðu tey, at ein froskur hevði svølgt sólina. Í Japan er tað gomul pátrúgv, at undir eini sólarmyrking, mugu lok leggjast á allar brunnar og fyribyrgjast má, at ongir dropar av himli koma í samband við drekkivatnið, tí hesir dropar skulu sambært gamlari pátrúgv verða eitrandi. Í dag kunnu vit siga heilt neyvt, nær sólarmyrkingar verða kring heimin. Í Føroyum verður sólarmyrking aftur mánadagin 26. mai 2245 seinnapartin klokkan 15 42. Legg merki til klokkuna niðast í vinstra horni í upptøkuni niðan fyri, og hvussu sólarmyrkingin ferðast í mun til klokkuna fríggjamorgunin. Landssjúkrahúsið fór í gjár eisini at brúka Mínaboks at senda fólki, sum skulu til forkanningar og eftirkanningar í ortopedi, innkallingina í Mínaboks. Skipanin við Mínariboks fer í ár at verða sett í verk í stigum á fleiri økjum hjá Landssjúkrahúsinum, tí ætlanin er at sjúkrahúsið skal gerast pappírsleyst, eisini í samskiftinum við fólk. Endamálið er, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, at fáa fólk, sum keypa luktilsi í øðrum londum, at fáa tey at keypa tað í føroyskum handlum, tá punktgjaldið verður strikað 1.juni í ár. Ein kanning, sum Gallup gjørdi fyri Fíggjarmálaráðið í 2006, segði, at minni enn fjórðingurin av teimum spurdu keypir luktilsi í Føroyum. Landskassin missir tríggjar milliónir krónur av broytingini, men Jørgen Niclasen væntar, at pengarnir koma aftur í meirvirðisgjaldi, tí meira verður keypt. Hann vísir á, at tá sjónvarpstól sluppu undan punktgjaldinum fyri tíggju árum síðani, fekk landskassin nakrar milliónir meira í meirvirðisgjaldi fyri sjónvarpstól Neyðugt er eisini at hava yvirskipað fíggjarligt eftirlit, sum støðugt heldur eyga við fíggjarligu váðunum í samfelagnum og fíggjargeiranum sum heild, sigur Kristina Háfoss í Tjóðveldi, sum vil hava løgtingið at fáa landsstýrið at stovna Fíggjarligt váðaráð. Ein dagur á grynnuni er heitið á tiltakinum, sum verður í Tórsgøtu í Havn, leygardagin 9. mai. Ætlanin er at bjóða alt, sum ber til at fáa fatur á úr havinum. Eisini verður tónleikur at hoyra og fyrilestrar verða eisini hildnir. Eg lurti eisini nógv eftir Eivør, Marius, Dánjali og Budam, men í morgun valdi eg tríggjar føroyskar sangir, sum ikki verða eins nógv spældir. Sóley Danielsen var síðsti spæl føroyskt gestur í hesum umfari. Uppgávan var at velja tríggjar føroyskar sangir í samband við at hendan vikan er spæl føroyskt vika. Hon ynskti at hoyra, Gipsy Train, Jákup Eli og Sigmund. Trý tónleiknøvn, sum gera góðan tónleik, men ikki eru nógv at hoyra. Hoyr omanfyri hví Sóley júst valdi hesar sangirnar. Jórunn Gudmundsen spældi vitjaði okkum í útvarpsstovuni í morgun og spældi tveir sangir. Hon hevur roynt seg bæði í Ísland og Danmark hevur talent. Hon kom víðari í báðum kappingunum, men rakk ikki til beinleiðis sendingarnar. Men luttøkan í hesum kappingunum hevur opnað tónleikadyrnar. Hon fær bæði fyrispurningar úr Íslandi og hevur júst verið í donskum upptøkuhølum og tikið sjey sangir upp. Vit kenna hana best við einum guittara í hond, men sangirnar vit fara at hoyra í næstum eru elektroniskur poppur. Hoyr nýggja lagið hjá henni Will you give me , cover lagið A life that is good omanfyri og samrøðuna við Jórunna Gudmundsen Ein maður, sum arbeiddi í Eik Banka, er dømdur fyri peningasvik og mandatsvik, heimildarsvik, fyri hálva aðru millión krónur móti bankanum. Arbeitt hevur verið við ætlanini í nøkur ár, men nú Fróðskaparsetrið og TF Holding hava gjørt avtalu um, at TF Holding skal stuðla Fróðskaparsetrinum við fimm milliónum krónur í fimm ár, verður ferð sett á arbeiðið at granska og undirvísa í búskapi. Tað stendur til Fasta Gerðarrættin at gera av, hvørja samsýning starvsfólkini á Strandfaraskipum landsins skulu hava, tá siglt verður á páskum. Ósemja tók seg upp millum Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum øðrumegin og Skipara og Navigatørfelagið, Maskinmeistarafelagið og Starvsmannafelagið hinumegin stutt fyri jól, eftir at Strandferðslan hevði givið manningunum boð um, at strandfaraskipini skulu sigla allar dagar á jólum. Málið varð beint í Gerðarrættin, sum gjørdi av, at arbeiði ikki kundi niðurleggjast. Men avgerðin segði einki um, hvørja samsýning starvsfólkini skulu hava. Feløgini tvíhalda um rættin til dupulta samsýning, og tey hava gjørt av at beina málið í Gerðarrættin, sigur Annfinn Garðalíð, formaður í Skipara og Navigatørfelagnum. Tað varð staðfest í gjárkvøldið, tá skipið lá í Skopun. Nú liggur Teistin á Gomlurætt, har ymsar royndir verða gjørdar, áðrenn skipið verður sett aftur í sigling væntandi seint seinnapartin. Ein vaksandi partur av búskaparvøkstrinum seinastu árini eru fallin kapitalánarunum í lut og ikki løntakarunum, sigur Búskaparráðið í seinastu frágreiðingini. Røddin spyr fýra kvinnur, sum á ein ella annan hátt hava traðka fram í almenna rúminum, hvussu tað hevði verið, um kvinnur ikki høvdu havt valrætt. Tær fýr kvinnurnar, sum hugleiða um tað, eru Kristianna Winther Poulsen, Barbara Holm, Sóley Danielsen og Brynhild Thomsen. Afturat hesum svara tær, hvørjir javnstøðu trupulleikar eru í modernaðu Føroyum. Anna Poulsen, Rebekka Manuela Behrens og Rani Petersen løgdu filmsbrotið til rættis. Katrin Kallsberg, forkvinna í javnstøðunevndini, greiðir frá javnstøðutrupulleikum í samfelagnum. Bjarni Kárason Petersen úr Framsøknum Ungum, og Tór Marni Weihe úr Unga Tjóðveldinum kjakast um kynskvoteringar. At enda greiðir Marjun Bæk, fyrrverandi prestur, frá, hvussu tað at vera ein av teimum fyrstu kvinnuligu prestunum í Føroyum. . Á fundinum fara Heðin Mortensen, borgarstjóri, Mikael Viderø, tekniskur stjóri, og Jónsvein Lamhauge, havnarfúti, at hava framløgur, og síðani kunnu fólk spyrja um verkætlanina. Borgarafundurin verður í Skúlanum við Løgmannabreyt í Hoyvík kl.19.00, stundisliga, sigur býráðið. Lógin um Tjóðpallin varð samtykt í 2003, og í 2005 kom Tjóðpallurin í staðin fyri Leikpall Føroya. Tjóðpallurin hevur verið í Meiaríinum, síðani hann byrjaði. Tað skuldi tá, í 2005, vera ein fyribils loysn. Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, kunngjørdi í gjár, at kommunan hevur avgjørt at skipa Skálatrøð sum mentanardepil við denti á bygging, sum hevur serstakan mentanarligan týdning fyri føroysku tjóðina og høvuðsstaðin. Tjóðpallurin verður 3.000 fermetrar við plássi til 200 áskoðarar í stóra salinum. Eitt 22 metra høgt palltorn verður eisini bygt. Eitt annað mentanarhús verður bygt her eysturi á Skálatrøð, tað verður 2.000 til 2.500 fermetrar. Bárður á Steig Nielsen tekur við eftir Johan Dahl, sum ikki tók við afturvali, tí hann ætlar at gevast, tá hetta valskeiðið endar. Edmund Joensen, sum hevur verið fólkatingsmaður í tvey valskeið, stillar upp aftir fyri Sambandsflokkin á fólkatingsvalinum, sum verður seinni í ár, í seinasta lagi hálvan september. Á Jarðfeingi verður nú arbeitt við ástøðinum, at vatnið møguliga stavar frá djúpari rivu í jørðini, sum hevur samband fleiri hundrað metrar niður í undirgrundina. Tveir dagar fyri tjóðartingsvalið í Ísrael leggur Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri, norðanlond undir at royna at reka seg úr stjórnarleiðarasessinum. Hann sigur ikki, hvørji norðanlond sipað verður til, men viðurskiftini millum Ísrael og Svøríki hava verið kaldlig, síðani Svøríki viðurkendi Palestina sum sjálvstøðugt land. Tað hevði við sær, at Ísrael tók sendiharra sín heim úr Stokkhólmi, og svenski uttanríkisráðharrin hevur avlýst eina ferð til Ísraels. Netanayhu segði í samrøðu við eina ísraelska útvarpsstøð, at norðurlendskar stjórnir hava brúkt fleiri milliónir dollarar í royndunum at fáa ísraelsku stjórnina frá. Netanyahu og Likud flokkur hansara hava vunnið fýra val á rað í Ísrael, men nýggjastu veljarakanningarnar vísa, at andstøðuflokkar, sum hava skipað seg í samgongu, nevnd Sionista samgongan, fáa fleiri tingsessir enn Likud. Men Netanyahu varðveitir væntandi stjórnarvaldið, tí hann fær stuðul frá smáum høgraflokkum. Kanningin vísir, at Likud fær 22 sessir, og Arbeiðaraflokkurin og miðflokkurin Hatnuah, sum hava skipað Sionistasamgonguna, fáa 26. Fær andstøðan neyðugan stuðul frá øðrum flokkum eftir valið, hava formaðurin í arbeiðaraflokkinum, Yitzhak Herzog, og forkvinnan í Hatnuah, Tzipi Livni, avtalað at býta forsætisráðharrasessin sínámillum í valskeiðnum, og vera stjórnarleiðarar tvey ár í part. Hvat nyttar tað at tingast um fiskidagar, kvotur, tilfeingisgjald og uppboðssølu, um vit ikki greitt frammanundan siga, hvat Føroyar vilja við fiskivinnuni. Farast skal eftir marknaðaratgongdini og inntøkunum, segði Edmund Joensen, sum heitti á leiðsluna í Sambandsflokkinum, sum eisini hevur løgmann, um at tala beinleiðis við ES nevndina. Edmund Joensen segði, at meðan Danmark og Niðurlond útfluttu fisk fyri 20 milliardir krónur í fyrraárið, er útflutningurin hjá føroyska fiskivinnusamfelagnum bert seks milliardir. Hetta botnar í, at Føroyar verða hildnar fastar sum rávøruútflytari til evropeiska marknaðin. Í samfull 40 ár hava vit staðið uttan fyri ES garðin, meðan onnur hava tjent pengar innanfyri, segði hann. Fólkatingsmaðurin hjá Sambandsflokkinum vísti á, at avleiðingarnar eru, at ein stór føroysk fyritøka hevur sett seg niður í Týsklandi at tjena pengarnar har, og ein onnur stór fyritøka ætlar at útflyta tilvirkaðan fisk úr Føroyum, men hon verður revsað við 50 milliónum krónum í tolli um árið. Antonius Olsen er eitt kent navn í Klaksvík, har hann hevur búð síðani 1952. Hann er ættaður úr Húsavík, føddur í 1935. Antonius er sonur Thomas Paula Olsen av Fløtti heima á Garði og Sofíu Dam sunnan av Bø. Antonius var ein túr til skips við vágssluppini Havgásini og fór síðani til Klaksvíkar at læra til møbulsnikkara hjá Tofta Karl. Hann var í Klaksvík tey árini, læknastríðið var í hæddini, og var síðani eina stutta tíð í Danmark, har hann arbeiddi á ymsum verkstøðum. Øll átta veljarafeløgini hjá Sambandsflokkinum innstillaðu Bárð á Steig Nielsen til næstformanssessin í flokkinum, nú Johan Dahl legðí frá sær. Eingin skrivlig avtala er gjørd við kommunurnar, um at tær skulu fáa pening frá landinum at gjalda fyri liðugt viðgjørdar sjúklingar á sjúkrahúsunum, men avtalan er bara munnlig. Tað kom fram í orðaskiftinum, tá løgtingið viðgjørdi uppskotið frá Karsteni Hansen, landsstýrismanni, um at kommunur nú skulu fáa rokning fyri liðugt viðgjørdar sjúklingar, tí kommunurnar hava yvirtikið eldraøkið og heimatænastuna. Karsten Hansen hevur sagt, at kommunurnar skulu fáa pening frá landinum at gjalda fyri sjúklingarnar, og biðið verður um eykajáttan. Rósa Samuelsen, forkvinna í trivnaðarnevndini, sum eisini er borgarstjóri í Vága kommunu, segði í tinginum, at trivnaðarnevndin fer at fylgja gjølla við málinum Í gjár vóru ársins tónleikavirðislønir lætnar, og har vóru bæði ung og gomul millum vinnarnarnar tó mest ung. Men ein serligan heiður fekk Ólavur Hátún fyri sín leiklut í at menna føroyskan tónleik og fyri sítt stóra arbeiði fyri, at Føroya Musikskúli er vorðin veruleiki. Fíggjarnevndin hevur boðsent Búskaparráðnum at koma á fund í nevndini í næstu viku at siga sína hugsan um uppskotið frá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, um at læna 155 milliónir krónur til landskassan. Gjaldstovuráðið hevur ásett, at minsta gjaldførið hjá landskassanum í ár skal vera tvær milliardir og 150 milliónir krónur Minstagjaldførið er sostatt hækkað 125 milliónir samanborið við í fjør. Av tí at samlaða nýtslan hjá landskassanum í fjør var minni enn mett, er gjaldførið gott, og tí er bara neyðugt at læna 20 milliónir til kravda minstagjaldførið, sigur Fíggjarmálaráðið. Umframt tær 155 milliónirnar í nýggjum lánum, verður neyðugt at endurfíggja 880 milliónir krónur at rinda aftur lán, sum falla til gjaldingar í juni. Harafturat verður neyðugt at endurfíggja 10 milliónir at rinda avdrátt av láni í ár. Hetta lánið fellur til gjaldingar í 2018. Tilsamans verður lántøkan í ár tí eina milliard og 45 milliónir krónur, men skuldin økist tó bara 155 milliónir krónur, sum løgtingið er biðið um heimild at læna. Landsstýrið eigur nú at gera reglur, sum tryggja, at áhugamálini hjá landinum í partafeløgum, stovnum og grunnum, sum ikki eru í fíggjarlógini, verða forsvarliga røkt. Løgtingsgrannskoðararnir hava lagt frágreiðing, sum tey fingu frá Landsgrannskoðanini í august í fjør, fyri løgtingið, og hon kemur til viðgerðar í tinginum týsdagin. Tí eigur landsstýrið at koma við lógaruppskoti um almennan eigarapolitikk, segði Reimund Langgaard, formaður hjá løgtingsgrannskoðarunum, við Útvarpið í august í fjør. Nú hava løgtingsgrannskoðararnir tikið stig til at fáa løgtingið at biðja landsstýrið síggja til, at áhugamálini hjá landinum verða forsvarliga røkt. Leysari tilknýti ein grunnur ella eitt partafelag hevur til landsfyrisitingina, færri eru møguleikarnir hjá landsstýrinum at stýra teimum. Løgtingsgrannskoðararnir vilja, at landsstýrið tryggjar sær, at landið hevur ávirkan, sum svarar til váðan ella kostnaðin, landið átekur sær. Landsstýrið eigur at eftirmeta og taka støðu til, um endamálið við virkiseindunum er tíðarhóskandi, og um tað yvirhøvur er uppgávan hjá landinum at eiga ella vera við í virkiseindunum, sum tey kalla grunnar og partafeløg. Løgtingsgrannskoðararnir vilja eins og Landsgrannskoðanin, at landsstýrismaðurin í vinnumálum setur í gildi kunngerð um landspartafeløg skjótast til ber. Og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum skal gera eina árliga frágreiðing um virkiseindirnar, landið eigur ella er við í, men sum ikki eru í fíggjarlógini, og har roknskapirnir ikki verða lagdir fyri løgtingið. Amerikanski uttanríkisráðharrin, John Kerry, sigur í samrøðu við CBS, ar tað kann verða neyðugt hjá USA at samráðast við Assad, og at roynt verður at noyða Assad til samráðingarborðið, til tess at steðga krígnum í Sýria. Kerry sigur í samrøðuni, at bæði USA og onnur lond, sum hann ikki nevndi við navni, royna at rudda slóð fyri samráðingum við sýrisku stjórnina. Kríggið í Sýria hevur vart í fimm ár. Tað byrjaði við einari friðarligari kravgongu móti Assad, forseta, í mars 2011. Uppreisturin ment seg til vápnað stríð, og burtur úr tí eru sprotnir víðgongdir felagsskapir, eitt nú Islamskur Statur. Effodeildin Hjalgrím Elttør iðraði seg um KÍ spælið í fyrra hálvleiki og um, at teir ikki tóku av møguleikunum í seinna hálvleiki. Hoyr samrøðu við Hjalgrím Elttør í her. Við málum frá Pál Mohr Joensen í 7. minutti og Símuni Samuelsen í 72. minutti tryggjaði HB sær øll trý stigini í Djúpumýru, har KÍ tók ímóti. Oddaliðið í Eik liguni, TB, vann ein greiðan siður móti KÍF í høllini í Trongisvági í dag, úrslitið varð 3 0 til TB. TB sat á tí mesta av dystinum, og vunnu øll trý settini. Við málum frá Pál Mohr Joensen í 7. minutti og Símuni Samuelsen í 72. minutti tryggjaði HB sær øll trý stigini í Djúpumýru, har KÍ tók ímóti. HB fekk eina dreymabyrjan, tá Pál Mohr Joensen longu í sjeynda minutti legði havanliðið á odda. HB var eisini við yvirlutan í fyrra hálvleiki og fór í steðg við eini eitt máls leiðslu. KÍ var betri við í seinna hálvleiki, og høvdu fleiri møguleikar at javna. Páll Klettskarð, Hjalgrím Elttør og Ndende misbrúktu allir málmøguleikar, áðrenn eitt mál frá Jonas Flindt Rasmussen varð annulera fyri rangstøðu. Í 72. minutti tryggjaði HB sær sigurin, tá Símun Samuelsen, sum stutt áðrenn varð innskiftur, økti um leiðsluna eftir at KÍ hevði givið bóltin burtur í farligari støðu. Hallur Hansson hevur leikbann, og Hanus Jacobsen er ikki við hesaferð. Í teirra stað eru komnir Jóhan Troest Davidsen úr HB og Bárður Hansen úr Víkingi. Fólkavøksturin stendst serliga av, at tað eru fleiri, sum flyta til kommununa. 96 fólk fluttur úr kommununi í fjør, men 154 fluttu til kommununa. Nettotilflytingin var sostatt 58 fólk. Við fólkavøkstri fylgja eisini avbjóðingar. Nýggj útstykking í Syðrugøtu fer at vera klár seinni í ár, og kommunan má undir at útvega fleiri grundstykkir í hinum bygdunum eisini, sigur Jóhan Christiansen, borgarstjóri, við heimasaíðuna hjá kommununi. Løgmaður sigur millum annað í svarinum, at Ítróttarsambandið hevur fleiri ferðir roynt at fingið fund í lag við forsetar í IOC, men uttan úrslit. Føroyar søktu um limaskap í IOC í 1984. Men upptøkureglurnar hjá IOC vórðu broyttar í 1996, og sambært teimum ber ikki til at lata Føroyum limaskap. ÍSF hevur biðið um, at føroyska umsóknin verður viðgjørd eftir teimum reglum, sum vóru galdandi, tá Føroyar søktu, í 1984. Men tað vil IOC ikki. IOC sigur, at treytin fyri limaskapi er, at landið er sjálvstøðugt, fullveldisríki. Hóast ÍSF sigur seg hava góðar grundgevingar fyri føroyskum limaskapi, ásannar løgmaður, at málið er sera trupult. Fleiri boringar Graham Stewart, forstjóri í Faroe Petroleum, sigur seg fegnast um, at boriverkætlanin í 2015 er byrjað við tí týdningarmikla Shango brunninum. Truplar marknaðarumstøður Hóast truplar marknaðarumstøður, hevur Faroe Petrolum sett sær sum mál at skapa virðisøking í 2015 við fýra brunnum. Øll boringin er longu fíggjað við tøkum peningi og peningarensli frá framleiðslu, sigur Graham Stewart, forstjóri í Faroe Petroleum. Andstøðan royndi eisini í fjør at fáa altingið at taka undir við fólkaatkvøðu um Ísland og ES, men tá fekst ikki semja um orðingina, og uppskotið kom ikki aftur úr nevnd. Rættiligt rok hevur verið í íslendskum politikki, síðani ríkisstjórnin hósdagin í síðstu viku boðaði frá, at hon týsdagin samtykti at boða ES frá, at Ísland tekur aftur umsóknina frá 2009 um limaskap. Flokkarnir, sum nú eru í samgongu, vilja ikki vita av limaskapi í ES, men teir lovaðu, tá teir tóku við stjórnarvaldinum, at hava fólkaatkvøðu um ES spurningin. Tað hevur fingið øði í andstøðuna og onnur, sum vilja, at samráðingarnar um limaskap í ES halda fram, at stjórnin ikki so frægt sum spurdi altingið fyrst, áðrenn hon boðaði ES frá avgerð sínari um at gevast við samráðingunum. Í gjár mótmæltu okkurt um 7.000 fólk við altingshúsið í Reykjavík. Har varð eisini mótmælt leygardagin og boðað er frá mótmælistiltaki aftur í dag. Fólk krevja, at ríkisstjórnin virðir altingið og fólkið. Stjórnmálafrøðingar í Íslandi ivast í, um eitt bræv frá íslendska uttanríkisráðharranum um, at Ísland ikki longur vil samráðast um limaskap, er tað sama sum at taka umsóknina um limaskap aftur. ES hevur ikki tikið støðu til brævið frá íslendska uttanríkisráðharranum. Hetta er eindømi í søguni hjá ES. Tá Noreg til dømis tók aftur sína umsókn, varð tað gjørt eftir at fólkaatkvøða var um spurningin. Danski rithøvundin Erik Valeur, sum hevur skrivað skaldsøguna Det syvende barn ella Sjeynda barnið er í Føroyum í løtuni og leitar eftir einum spælivini frá Skodsborg Spædbørnehjem í Danmark. Erik og Ole sum hesin drongurin varð kallaður vóru saman á barnaheiminum á Skodsborg í tvey ár og skaldsøgan hjá Erik Valeur snýr seg um hesa tíðina. Ole varð sum 2 ára gamal ættleiddur til Føroya í umleið 1957. Ljósini í venjingarmiðstøðini eru sett upp og lýsa, umframt at ljósini í brúsurúmunum og í ganginum frá brúsurúminum inn í vælverudepilin lýsa. Fyrispurningar eru longu komnir til Vágs frá útlendskum landsliðum og svimjiliðum um at koma til býin á venjingarlegu. Hetta sigur borgarstjórin í Vági, Dennis Holm. Og nú er liðið so væl við arbeiðinum, at fólk kunnu byrja at gleða seg til at leypa útí, segði borgarstjórin við útvarpið fyri einum mánað síðani. Hoyr samrøðu við Marjus Dam, lækna, sum mælir politisku leiðsluni til at fáa trygg heilsutrygdarviðurskifti fyri hesara nýggju borgarar eisini. Men tá næmingarnir skuldu byrja, fingu tey at vita, at tekniskir trupulleikar vóru við geymunum, sum skúlarnir hava fingið útvegaðar frá Mentamálaráðnum, og royndirnar eru tískil útsettar til klokkan13.00 í dag. Talgildar royndir hava ikki altíð hepnast so væl hjá Mentamálaráðnum. Í fjørð mátti landsroyndin útsetast, og varð síðani avgreidd við pappíri og blýanti, tí talgilda skipanin fekst ikki at rigga. Tað er ikki eydnast okkum at fáa eina viðmerking frá Mentamálaráðnum til hesa tíðinsasendingina, har sigur eingin seg vita nakað um málið. Kortini hava tey tikið sær væl av næmingunum, meðan tey hava bíðað. Í kantinuni í Venjingarskúlanum fingu næmingarnir mat frá Sunset fortaldu tær báðar Annika og Natalia, sum vit hittu uttanfyri skúlan. Hoyr innslagið her um fyrispurning hjá Kára P. Højgaard, tinglimi fyri Sjálvstýrisflokkin, til Jacob Vestergaard, landsstýrismann í fiskivinnumálum. Árni Winher Jákupsson stóð klárur við Christiania súkkluni í morgun uttanfyri Farstøðina. 750 ferðafólk vóru umborð á Norrønu í morgun í samband við sólarmyrkingina fríggjadagin. Stóri áhugin fyri sólarmyrkingini vekir ikki bert áhuga hjá ferðaráðum og handlum, men eisini hjá 14 ára gamla Árna. Hann hevur ein súkklandi handil, sum selur ymiskar føroyskar gávulutir. Árni skuldi ikki í skúla fyrr enn klokkan10.00 í morgun, og tískil hevði hann stundir at selja eina løtu áðrenn hann fór í skúla. Hugskotið kom til hansara, tí hann býr omanfyri kampingøkið yviri við strond. Og har sær hann at ferðafólk eru, men ikki hava møguleika at keypa um tey eru her sunnudag. Árni heldur at tað er sera stuttligt at selja og í morgun møtti hann fólkum úr Japan, Týsklandi, Hollandi og so framvegis. Grøna kortið skal í fyrstu atløgu brúkast í dreingja og ungdómsfótbólti fyri at dómarin ikki bara skal setast í samband við neiligar hendingar. Sambært Jonas Eriksson, eru nógvir dómarar í yngru deildunum ungir og óroyndir við, hvussu teir skulu samskifta við spælarar. Tí heldur hann, at hugskotið er gott, at dómarin kann viðurkenna ítróttarliga góðan atburð við grønum korti, sonevnt FairPlay. Forsetin fyri evropiska fótbóltssambandið, Michel Platini, orkar ikki at síggja fótbóltsleikarar meira, sum finnast at dómaranum. Tí skjýtur hann upp í nýggjastu bók síni, at hvítt kort verður brúkt, sum verður givið leikarum, sum finnast at avgerð hjá dómaranum. Hvíta kortið skal geva útvísing í 10 minuttir. Hetta skal tó ikki blandast við gula kortið, sum verður givið fyri brot á reglur fyri sjálvt spælið, skrivar 59 ára gamli fraklendingurin, sambært tíðindastovuni AFP í Parlons Fottball, sum kom í blaðsølur hósdagin. Michel Platini skjýtur eisini upp, at loyvt verður hvørjum liði at framja 5 útskiftingar í einum dysti, tvær í hálvleikinum og tríggjar meðan dystur er. Samstundis mælir hann til at sleppa revsingini at vísa leikara av vølli, sum ger brotsspark, og hann mælir eisini til, at linjuverjar skulu sleppa inn á vøllin, um tað hjálpir teimum at taka betri avgerðir. Michel Platini finst, at enda í greinini, at starvsbróðri sínum, Sepp Blatter, sum er forseti í altjóða fótbóltssambandinum, Fifa. Eiði var ein av teimum stóru bygdunum í Føroyum og hon var størsta bygd í Eysturoynni. Risin og Kellingin og Slættaratindur eru serlig eyðkenni fyri Eiði. Jan Thomsen, sum hevur traðkað sínar barnaskógvar á Eiði og framvegis býr har, greiðir frá ymiskum viðurskiftum á Eiði. Hann sigur millum annað, at í tveimum umførum hevur útgrevstur verið á Eiði og staðfest er, at Eiði er landnámsbygd. 88 ára gamla Bettemi Egilstrøð bakar vaflur til Eiðisstovu, har pensjonistarnir møtast tvær ferðir um vikuna. Hon er framvegis forkvinna í Norrøna Felagnum á Eiði og í hesum døgum fyrireikar hon vinarbýarstevnu, sum verður á Eiði í summar. Svínoyingurin Atli Jacobsen, sum hevur búð á Eiði síðani 1978, hevur silgt alt lívið og veit nógvar søgur av havinum. Mangan var rokfiskiskapur, men tá lítil fiskiskapur var, gjørdi hann modelskip. Nøkur av teimum standa í stovuni hjá Atla. Sanna og Poul Juul Festirstein fluttu fyri seks árum síðani til Danmarkar at búgva, tí tey vildu uppliva okkurt nýtt. Nú eru tey aftur á Eiði, og tað eru tey fegin um. Kortini eru tey glað fyri tíðina heimanífrá. Gentur 12 ár hjá hava veruliga sett hondbóltin á Eiði aftur á landakortið, tí tá árligu steypafinalurnar vóru herfyri, vunnu tær steypið og tað er søguligt. Jákup Hanusson venjari og Sarita Vesturdal Vesturtún hjálparvenjari siga, at steypasigurin hevði stóran týdning fyri hondbóltin á Eiði, sum hevur framúr góðar umstøður. Listakvinnan Sigrun Gunnarsdóttir hevur fingið íblástur burtur úr nógva tosinum um sólarmyrkingina. Hon hevur áður havt hønu í listaverkum, og nú eina náttina sá hon myndina fyri sær, sum hon ætlar at gera í sambandi við sólarmyrkingina fríggjadagin. Úrslitið hjá Posta samtakinum í 2014 gjørdist eitt yvirskot á 4 milliónir krónur fyri skatt, samanborið við 3,5 milliónir krónur í 2013. Samlaða sølan í 2014 var góðar 91 milliónir krónur, sum er á leið tað sama, sum árið fyri. Tað skrivar Posta á heimasíðu síni. At Posta, annað árið á rað hevur yvirskot, er úrslit av miðvísu menningini og tillagingini, sum er gjørd í fyritøkuni. Eginognin er nú góðar 27 milliónir krónur Peningastreymarnir eru positivir og felagið hevur eitt gott gjaldføri, sigur Posta. Posta skal vera fremst innan sítt øki. Broytingar í samfelagnum gera, at tænastur, har vøran verður koyrd til dyrnar, verða meira og meira eftirspurdar. Innlendis og millumlanda nethandil er í vøkstri. At veita eina dygga flutningstænastu til hvørt stað í landinum, er ein av okkara skyldum , sigur Joel undir Leitinum við heimasíðuna. Íløgur verða framhaldandi gjørdar at menna og dagføra tænasturnar. Talgildar sjálvgreiðslur innan bóking av vøru og levering av pakkum væntast í komandi ári. Lyklaorðið er fleksibilitetur at viðskiftafólk kunnu vera leys av tíð og stað. Frammanundan eru tænasturnar Mínboks, Bera og bóking av vørukoyring á netinum. Í nevndini í Posta sita Andras Róin, nevndarformaður, Reidar Nónfjall, næstformaður, Aibritt á Plógv og Paula Mikkelsen Kass. Starvsfólkavald umboð í nevndini eru Jens P. Jensen og Sunleif Álaberg. Pisaroyndin, sum skuldi vera í Venjingarskúlanum í Havn, í skúlanum á Argjahamri og í skúlanum á Sandi í dag, var seinkað fýra og ein hálvan tíma, tí geymarnir frá Mentamálaráðnum riggaðu ikki. Pisaroyndin, sum skuldi vera í Venjingarskúlanum í Havn, í skúlanum á Argjahamri og í skúlanum á Sandi í dag, var seinkað fýra og ein hálvan tíma, tí geymarnir frá Mentamálaráðnum riggaðu ikki. Av teimum fýra pisa royndunum, sum skuldu vera í dag, eydnaðist tað at hava tríggjar. Tað var í Kommunu skúlanum, Venjingar skúlanum og á Sandi. Royndin í skúlanum á Argjahamri er útsett til í morgin. Tá verða tilsamans seks royndir hildnar, mikudagin eru fimm royndir og hósdagin sjey. Tilsamans 700 næmingar skulu til pisa roynd hesar dagarnar. Nógvur seyður á vegnum verður ákoyrdur, og tað er ein fíggjarligur smeitur, sigur ein bóndi. Men verður skaðin fráboðaður tryggingini, fær bóndin endurgjald. Bankarnir skulu ikki hava veðhald í veiðiloyvunum í eini fiskivinnunýskipan, og Sambandsflokkurin fer ikki at góðtaka, at rullandi loyvi verða givin. Tað segði Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður og formaður í Sambandsflokkinum, í formanssrøðu síni á landsfundi Sambandsfloksins. Arbeiðstíðin hjá lærarum má endurskoðast sum skjótast. Tað sigur Lærarafelagið í yvirlýsing, sum er send Mentamálaráðnum. Yvirlýsingin varð skrivað á fundi hjá nevndunum í undirfeløgunum hjá Lærarafelagnum. Í øllum sjey undirfeløgum er semja um, at arbeiðstíðin, tillutaðu tímarnir, samsvarar ikki við tíðina, sum veruliga verður brúkt til arbeiðið. Felagið vísir eisini á, at síðani 2008 hevur eina orðing um førleikaviðbøtur staðið í sáttmálanum millum Lærarafelagið og Fíggjarmálaráðið. Í øllum fakbólkum vanta eisini neyvar arbeiðslýsingar. Fólk vita tí ikki, hvat arbeiði teirra fevnir um, sigur Lærarafelagið í yvirlýsingini, sum er send Mentamálaráðnum. Orsøkin til vøksturin er millum annað, at fleiri fluttu til Føroya enn úr Føroyum. 1509 fólk fluttu til Føroya í fjør, men 294 færri fluttu úr Føroyum. Deildir á danska herskipinum, Esbern Snare, tóku teir níggju rænararnar. Í grundlógaravhoyring 23. november, vórðu teir fongslaðir, hóast teir ikki vóru til staðar. Verjin kærdi fongslingina til landsrættin, og fekk viðhald í, at rættartrygdin ikki var í lagi. Í grundlógini stendur, at ein og hvør sum verður tikin, skal koma fyri ein dómarar, í seinasta lagi eitt samdøgur eftir at viðkomandi er tikin. Tá rænararnir komu fyri rættin, høvdu teir verið fongslaðir í 13 samdøgur. Javnaðarflokkurin mælir til, at manningar á skipum undir føroyskum flaggi verða løntar eftir føroyskum sáttmálum fyri føroyska arbeiðsmarknaðin Fjórða várið á rað roynir Javnaðarflokkurin at fáa løgtingið at broyta lógina, so lógin krevur, at manningar á fiskiskipum undir føroyskum flaggi verða løntar eftir teimum sáttmálum, sum eru galdandi á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Sáttmáli við manningarfeløgini skal vera treyt fyri at fáa føroyskt fiskiloyvi. Javnaðarflokkurin sigur, at seinastu árini eru fleiri og fleiri reiðarar farnir at brúka bíligar útlendskar manningar, sum ikki fáa hýru eftir sáttmálunum hjá føroysku manningarfeløgunum. Uppskotið verður lagt fram aftur nú, tí tá løgtingið feldi tað seinast, vísti meirilutin í Vinnunevndini á, at samgongan arbeiðir við at fáa útlendingalógina broytta, so hon krevur, at útlendingar við føroyskum fiskiskipum, sum fyri tað mesta royna uttan fyri 12 fjórðingar, skulu hava føroyskt arbeiðs og uppihaldsloyvi. Vanligt hevur verið, at politikararnir hava avgjørt at nýta upp í fýra prosent av pengunum, men nú upphæddin er so stór, so vænta eygleiðarar ikki, at sitandi stjórnin fer at nýta meir enn 2,5 prosent av pengunum í grunninum. Í Europa eigur norski oljugrunnurin 2,4 prosent av øllum feløgum sum eru skrásett í keypsskálunum, og 1,3 prosent av øllum feløgum í heiminum, sum eru skrásett. Norðmenn eru ernir av oljugrunninum, og norska kringvarpið, NRK, skrivar, at tað sum norðmenn eiga í oljugrunninum er tvær og eina hálva ferð meira enn samlaða skuldin hjá Grikkalandi. Metingarnar fyri í ár, vísa, at talan er um 4.000 milliardir krónur aftrat, sum skulu í oljugrunnin, so samlaða upphæddin í norska oljugrunninum kann koma upp í 11.000 milliardir krónur Felagskapurin, Chinese Human Rights Defenders CHRD finst hvassaliga at forsetanum, Xi Jinping, sum er orsøkin til herdu framferðina. Í farnu viku segði ovasti dómarin í Kina, Zhou Qiang, at Kina eigur at taka eina uppgerð við ólógligar fongslingar og mutraðar dómarar, fyri at fólkið aftur skal fáa álit á rættarskipanina. Advokatar rýma Fleiri advokatar sum arbeiða fyri hótt fólk, eru sjálvir hóttir ella píndir, og fleiri eru eisini fluttir til onnur pláss í landinum, skrivar NTB. Mannarættindafelagskapir siga seg vænta, at støðan við mannarættindum í Kina fer at standa við og versna, tí verandi stýri verður sitandi til 2023. Hann segði, at altingssamtyktin varð brotin fyrstu ferð við ársbyrjan í 2013, tá ríkisstjórnin steðgaði samráðingunum, á sumri í 2013 vórðu samráðingarnar formliga slitnar, og um heystið vórðu samráðingarfólkini send til hús, og nú hevur uttanríkisráðharrin so boðað ES frá, at Ísland ikki longur er at meta sum umsøkjari um limaskap í ES. Einar K. Guðfinnsson, sum er í øðrum stjórnarflokkinum, Sjálvstæðisflokkinum, segði, at vil altingið tað, kann tað avgera, hvussu verður við Íslandi og ES. Altingsformaðurin segði, at samtyktin frá 2009 stendur við. Hann segði, at hann í 2013 gjørdi vart við, at var ætlanin at gevast við samráðingunum við ES, skuldi altingið viðgera tað. Uppskot kom eisini í tingið um hetta. Einar K. Guðfinnsson nevnir eisini tað, sum onnur hava víst á, at brævið frá íslendska uttanríkisráðharranum til ES er diplomatiskt stig, soleiðis at skilja, at Ísland boðar frá, at samráðingarnar enda, men umsóknin um limaskap verður ikki tikin aftur. Sigmundur Davíð Gunnlaugsson, forsætisráðharri, sigur seg ikki ivast í, at fólkaatkvøða verður um ES limaskap. Tá verður fólkið spurt, um søkjast skal um limaskap í ES. Tað var ikki gjørt í 2009, og tað var eitt mistak, sigur forsætisráðharrin við íslendska kringvarpið RUV. Spurningurin um frídagar er eitt mál millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, sum hevur svarað spurningi frá Gunvør Balle og Sirið Stenberg, løgtingskvinnum. Grønland hevur sett sær fyri at prógva, at landið eigur sín bróðurpart av makrelinum í Norðuratlantshavi. Tí hevur landsstýrið sett 6,2 milliónir krónur av á fíggjarlógini til at gera royndir við makrelfiskiskapi í ár. Royndirnar skuklu gerast í Eystur og Suðurgrønlandi. Tað hevur stóran týdning at nýta tað ríkidømið sum finst í grønlendskum sjógvi, og tí er neyðugt at gera royndirnar, fyri at prógva, at grønlendingar hava rætt til sín part av makrelinum, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnu og landbúnaði, Karl Kristian Kruse við grønlendska kringvarpið. Svartkjaftatrolarin Næraberg, sum hevur verið á svartkjaftaveiðu, í altjóða sjógvi, vestur úr Írlandi á umleið 53N og 15V, er farin at sigla til Føroyar við 3.200 tonsum av heilfrystum svartkjafti. Tað skrivar jn.fo. Av føroyskum skipum er nú bara Christian í Grótinum á leiðini vestur úr Írlandi Tróndur í Gøtu hevur eisini verið har suðuri, teir komu á Fuglafjørð í gjár við 2.000 tonsum, sum teir landa til Havsbrún. Tað hevur verið sera ólagaligt veður á hesum túrinum, men fiskiskapurin hevur verið í ordan, tá ið roynandi hevur verið, skrivar jn.fo. Fullkomna myrkingin varar tó bert millum 1 2,5 minutt, stytst í Suðuroynni og longst í Mykinesi. Niðarlaga á hesi síðuni sært tú eisini klokkutíðirnar fyri, nær hon byrjar. Cedaw nevndin mælir eisini til at seta tiltøk í verk fyri at fáa fleiri kvinnur upp í føroyskan politikk. Johan Dahl, landsstýrismaður vil ikki gera hetta við kynskvotering, men heldur, at politisku flokkarnir hvør í sínum lagi eiga at hava fulla javnstøðu á sínum uppstillingarlistum. Á Danmarks Tekniske Institut , DTU, samstarva granskarar, sum granska íløt, við Carlsberg bryggjaríið, sum er eitt av heimsins størstu bryggjaríum, og við Ecoxpac. Hon skal kunna framleiðast í stórum nøgdum uppá stutta tíð. Júst tað er kravið frá ølbryggjaríum, um tey skulu brúka nýuppfinningina. Samstundis er eisini krav, at pappírsølfløskur eru meiri umhvørvisvinarligari at brúka til øl, enn glas, metall ella plastik. Men tað er ikki greitt enn. Tí royna granskarar seg nú við vakuum, fyri at fáa trýst vatnið úr pappírinum eftir fáum sekundum. Tað kann stytta um framleiðslutíðina. Thomas Howard, granskari við DTU, sigur við forskning.no, at hann er sannførdur um, at hann um trý ár drekkur øl av pappírsfløsku. Í næstu viku verður borgarafundur um ætlanina, sum kortini neyvan verður broytt stórvegis. Fundurin verður í skúlanum við Løgmannabreyt. Tað er ein avbjóðing at fáa hallið burtur, men tað skal eydnast, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum. Men 2016 er ikki einasta avbjóðingin, sigur hann. Uppskotið um játtanarkarmarnar verður væntandi lagt fram týsdagin 31.mars, hóast tað er í dymbildagavikuni, og tá plagdi løgtingið at binda frið. Vit tosa við Jóannis Sørensen um hvussu myndirnar eru tiknar, og Pól Jespersen um hvussu bókin kom í lag. Eisini siga Ole Wich og Pól F. Guttesen sína meining um bókina. Bókaframløgan fór fram í auluni í útbygda partinum av Viðareiðis skúla, og at enda hitta vit Hanus Kjølbro, sum sigur okkum um henda partin av skúlanum. Sum 12 ára gomul var Oddvør Johansen saman við sínum floksfeløgum í plantasjuni í Havn, tá fulla sólarmyrkingin var 30. juni í 1954. Næmingar á fleiri skúlum eru aftur í dag til pisakanning, og royndirnar hava í dag hilðnast væl higartil, boðar Mentamálaráðið frá. Talgilda royndin gevur møguleika fyri øðrvísi uppgávum, enn tá royndin var á pappíri, sigur Claus Reistrup, sum er ráðgevi hjá Mentamálaráðnum, og hevur teknisku ábyrgdina av PISA royndunum. Pisaroyndir eru í dag í skúlinum á Løgmannabreyt, á Argjamhamri, á Ziskatrøð í Klaksvík, í skúlanum við Ósánna, í skúlanum á Tvøroyri, í Vágum og í Hvalbiar skúla. Í hyggjuráðun vóru Torstein Christiansen sum samskipar sólarmyrkingina fyri Visit Tórshavn og Kate Russo doktari í sálarfrøði sum ferðast runt heimin fyri at uppliva sólarmyrkingar Hey her eru vit við barnaútvapinum evnið er sólarmyrking, sjálvandi, og vit eru til reiðar við brillum og eisini at hoyra meira um evnið. Børn kring alt landið hava arbeitt nógv við sólarmyrkingini og eisini børnini í frískúlanum í Havn, sum byrjaðu longu í januar, so í dag fara tey at greiða frá. Fleiri fólkatingslimir í Vinstra siga í spurnarumfari, sum heimasíðan Altinget hevur gjørt, at teir eru fyri at tað skal kosta at fara til lækna. Fólkatingslimirnir hjá Liberal Alliance, sum hava svarað spurningum frá Altinget, siga allir, at tað skal kosta pengar at fara til lækna. 100 krónur hvørja ferð er nógvur peningur, eitt nú hjá eldri fólkapensjónistum, sigur flokkurin. Vit hava longu goldið fyri tænastuna umvegis skattin, og tí er tað burturvið at krevja brúkaragjald, sigur Pia Kjærsgaard við Altinget. Vinstri og Liberal Alliance halda fast um, at tað skal kosta at fara til lækna. Borgarligu flokkarnir eru í løtuni í andstøðu, men val verður í Danmark í seinasta lagi í september. U mframt at vera vertur, sang Barbara Holm eisini Dukka mín er blá , og somuleiðis gjørdi framligi Kristian Blak. Hinvegin treiv Jórunn Gudmundsen í Sildavalsin. Mangt og hvat gekk fyri seg á FMA. R ddinLive prátaði við tónleikarar og vert. Um tú vilt vita meira, sí so filmsbrotið omanfyri. Hvussu ber tað til, at sólarmyrking verður í Føroyum fríggjamorgunin Hvat er tað, sum hendir Fá svarið í hesum filminum, vit hava framleitt. Tað er ikki á hvørjum degi, at eitt petti av bilverju endar sum politiskt mál. Her er søgan um eina bilverju, sum fyrst varð gjørd heil, men nú er latin upp fyri fólki til gongu hetta hóast Landsverk sigur tað vera ótrygt. At tað er valár kom til sjóndar, tá uppskotið um at loyva handlum, hotellum og matstovum at innflyta og selja rúsdrekka var til 1. viðgerð í Løgtinginum í dag. Val er í Ísrael til tjóðartingið Knesset í dag, og væntað verður, at tað fer at standa á jøvnum millum flokkarnar, sum stuðla Benjamin Netanyahu, forsætis ráðharra og flokkarnar, nevndir zionistasamgongan, ið Yitzhak Herzog, andstøðuleiðari, stendur á odda fyri. Liggur ikki fyri at uppliva sólarmyrkingina fríggjadagin ella hevur tú ikki tol at bíða so er møguleiki at uppliva hana á Tekniska Skúla í Havn. Har hava tey gjørt sína egnu sólarmyrking. Mánadagin var bókin, Fyrsti salutturin fyri fríu Føroyum , løgd fram á Trøllanesi. At rithøvundurin, Zakarias Wang, hevði valt Trøllanes til framløguna er ikki av tilvild. Trøllanes hevði størstu undirtøkuna fyri loysing á fólkaatkvøðuni í 1946. Í hesum 6. parti verður sagt frá um áttandu og ytstu gongustjørnuna Neptun, sum ikki var funnin av tilvild, men tí granskarar høvdu varhuga av einum himmalknøtti. Útrokningar vístu hvar skuldi leitast og í 1846 varð Neptun funnin. Síðan verður sagt frá tí, sum er at síggja á himmalhválvinum. Um jørðina, sólina og mánan. Hvussu sólin framleiðir hita og av tí sama minkar 4,26 milliónir tons um sekundi. Mánin er ein framvegis ein gáta, tí hvaðani kom hann, og uppá seg er hann sera stórur sammett við gongustjørnuna hann ferðast um. Eisini verður greitt frá um aðrar knøttir í sólskipanini, og um rúmdarførini og myndirnar, sum eru fingnar til vega. Eitt nú frá Voyager 2, sum varð skotið 20.august 1977, og sum nú er á ferð út úr sólskipanini. 1 astronomical unit AU er 149,6 milliónirkm, og greitt verður frá um hesa eind, um Titius Bode regluna Pluto var gongustjørna í 76 ár, men í 2006 setti altjóða stjørnufrøðifelagið IAU á fyrsta sinni upp reglur fyri, hvørt ein himmalknøttur er gongustjørna ella ikki. Pluto verður nú nevnd smágongustjørna ella dvørgagongustjørna. Í samband við sólarmyrkingina, ið er 20.mars 2015 senda vit bókina Rúmdin almenn stjørnufrøði sum Pól Jespersen hevur skrivað. Nám gav bókinina út í 2012. Onkrir samanbrestir hava verið gjøgnum tíðirnar, og týðilig tekin eru ymsa staðni á jørðini. millum annað var ein samanbrestur fyri umleið 65 milliónir árum síðan, ið oyddi stóran part av øllum lívi á jørðini. Greitt verður frá muninum nær sagt verður meterorid, meteor, meteorite, ella á føroyskum rúmdarsteinur, nykbrandur og loftsteinur. Stjørnur eru sera ymiskar í stødd, og eru í veruleikanum fjarar sólir staddar fleiri milliónir ljósár burturi. Og tær eru sera nógvar í tali og sera ymiskar og eru savnaðar saman í stjørnubreytir. Vetrarbreytin, okkara stjørnubreyt, sum vit eru partur av, er eini 1000 ljósár í tvørmáli. Okkara sól er ein av 100 200 milliardum stjørnum í vetrarbreytini. Eisini verður greitt frá um Kuiperbeltið við nógvum og fjarum smáum himmalknøttum, sum mala í ringrás um sólina, hesir knøttir ganga kring sólina í einum flata ella belti eini 30 55 AU frá sólini. Oortskýggi tykist at vera kúluskapa og liggja uttan um alla sólskipanina. Hvaðani koma halastjørnurnar sum nærkast sólini og okkum úr øllum ættum, og ikki bara í einum flata ella belti. Er tað onkustaðni út Oortskýgnum Í samband við sólarmyrkingina, ið er 20.mars 2015 senda vit bókina Rúmdin almenn stjørnufrøði sum Pól Jespersen hevur skrivað. Nám gav bókinina út í 2012. Pól Jespersen lesur sjálvur og tillagar bókatekstin til upplestur. Eitt stórt skýggj av gassi og dusti dregur seg saman, hitin í miðdeplinum verður so nógvur, at fusiónstilgongdir kunnu fara fram og verður til, at hydrogen verður gjørt um til helium. Soleiðis er eisini við okkara stjørnu, sum hevur gjørt hetta í 5 milliardir ár. Í samband við sólarmyrkingina, ið er 20.mars 2015 senda vit bókina Rúmdin almenn stjørnufrøði sum Pól Jespersen hevur skrivað. Nám gav bókinina út í 2012. Pól Jespersen lesur sjálvur og tillagar bókatekstin til upplestur. Lívið hjá klaksvíkinginum, 44 ára gamla Jan Askham, broyttist fullkomiliga fyri 14 árum síðani. Tá fekk Jan Askham eitt bræv, sum gjørdi, at endiliga visti hann, hvør hann veruliga var. Jan Askham hevði funnið biologiska pápa sín, sum hann hevði leitað eftir í fleiri ár. Tað var sum ein tung byrða fall av herðunum. Eg hevði leingi hugsað, hvør hesin maðurin mundi vera, hvussu hann var sum persónur, og eisini hevði eg onkuntíð hugsað, um hann yvirhøvur var á lívi, sigur Jan Askham. Tað er heilt fantastiskt at hava fingið hann inn í lívið og ikki minst, at børnini hjá mær hava fingið ein abba, sigur Jan Askham. Í Vegamótinum fortelur Jan Askham millum annað, hvussu hann sum ungur fekk at vita, at maðurin, hann hevði hildið vera pápi sín, ikki var biologiskur pápi, og hvussu hann í fleiri ár royndi at finna fram til skotan Michael Harris, ið er hansara biologiski pápi. Leitanin vísti seg ikki at vera heilt einføld. Talan var um 11.000 fleiri gistingar, skrivar Hagstovan á heimasíðu sínari. Okkurt um helvtin av útlendingunum, sum gista í Føroyum, eru danir, men teirra lutur minkar. Hann var góð 52 prosent í 2013 og 47 prosent í fjør. Trý av fýra gista í gistingarhúsum, hini gista í bóli og bita, leiga sær hús ella íbúð, ella sova tey í tjaldi ella í húsvogni. Føroyingar keyptu sær ikki so nógvar gistingar í egnum landi í fjør sum árið fyri, seks prosent færri enn í 2013. Tølini hjá Visit Faroe Islands og Hagstovuni siga eisini, at tveir triðingar av gistingunum eru í Suðurstreymi og gistingarhúsini høvdu 14 prosent fleiri sengur at selja í fjør enn í 2013. Hóast gistingarnar vóru fleiri í fjør, komu færri útlendingar til Føroya enn í 2013. Hetta merkir, skrivar Hagstovan, at gestirnir steðgaðu longur ella longur á hvørjum staði. Hetta er avtalað í sambandi við at eldraøkið og heimasjúkrarøkt varð lagt út til kommunurnar á nýggjárinum. Endamálið er at skipa samstarvið millum stovnarnar á ymiskum økjum, eitt nú á eldraøkinum, medisinska økinum, á psykiatriska økinum, og á skurðøkinum. Nýggja fleirpartaavtalan er tann fyrsta í røðini millum tær 11 eindirnar í samstarvinum, og ætlanin er at halda fram á øðrum økjum eisini. Kommunufelagið hevur umboðað og samskipað samráðingarnar vegna tey kommunalu samstørvini og Tórshavnar Kommunu. Nýggja fleirpartaavtalan varð undirskrivað 3. mars og kemur í gildi beinanvegin. Nú 1. mai nærkast vil Páll á Reynatúgvu í Tjóðveldi hava at vita frá løgmanni, hvussu líður við lógarbroytingunum, sum skulu rudda slóð fyri einari tilbúgving í Føroyum móti teimum, sum koma higar at órógva grindadrápið. Løgtingið samtykti 3. desember í fjør, at landsstýrið skjótast gjørligt og í seinasta lagi 1. mai í ár skal leggja fram uppskot um lógarbroytingar, so verulig tilbúgving og átøk kunnu fremjast, sum fyribyrgja, at umboð fyri felagsskapir og útgerð, sum skulu fremja ólógligt virksemi ella hótta lóglig rættindi í Føroyum, kunnu koma til landið ella fyrireika slíkt virksemi í Føroyum. Uppskotið kom í tingið eftir umfatandi virksemið hjá Sea Shepherd í Føroyum í fjør summar. Áðrenn Sea Shepherd fólkini fóru av landinum, boðaðu tey frá, at Sea Shepherd sendir fólk til Føroya aftur nú í summar. Tjóðveldi átti uppskotið til samtyktar. Og nú spyr Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður, løgmann, um landsstýrið ætlar at gera eftir áheitanini hjá løgtinginum, tí enn er einki frætt um tað. Bankarnir fara nú undir at seta viðskiftafólkini í NemID skipanina. Góðkennir tú ikki NemID reglurnar, verður netbankin óvirkin eftir 20. juni 2015. Hetta ávirkar ikki kontur ella lán á nakran hátt, einans atgongdina til bankan á netinum. Kundin fær kontuavrit sendandi við postinum einaferð um mánaðin, um netbankin verður óvirkin. Hesi avrit kosta í dag 15 krónur fyri hvørt. Góðtekur tú NemID reglurnar, verður ein NemID brúkari stovnaður sjálvvirkandi, og tú fær eitt lyklakort og fyribils atgongdarkotu við postinum og eina fyribilskotu við sms boðum, um fartelefonnummarið er skrásett í Netbankanum. NemID er ein tænasta, sum Nets DanID veitir. Við NemID verður netbankalykilin varðveittur á eini lyklamiðstøð og ikki á tínari teldu ella teldli. Netbankin verður sambært bankanum tryggari, tí umframt atgongdarkotuna skalt tú eisini hava títt lyklakort hjá tær, tá ið fíggjarligu viðurskiftini skulu avgreiðast. Høgni Hoydal spyr millum annað, hvørjar heimildir bankarnir hava at krevja, at kundin verður innlimaður í donsku NemID skipanina, men enn er einki svar komið frá landsstýrismanninum. Mánadagin fer hægsti rættur undir at viðgera stóra sakarmálið millum Taks øðrumegin og Varðan í Gøtu ella P F Vinnan, sum felagið kallaðist, tá ósemjan tók seg upp við skattavaldið. Talan er um stóra upphædd, sum Taks sigur seg eiga tilgóðar í kapitalvinningsskatti, men sum bæði Føroya rættur og síðani landsrætturin hava sagt, at Taks ikki hevur rætt at fáa. Taks sigur, at talan var um fjalda útluting av vinningsbýti, tá 11 eigarar í partafelagnum Vinnuni í Gøtu á heysti í 2005 seldu síni partabrøv í Vinnuni til sítt egna, nýstovnaða holdingfelag, P f 30. september 2005. Sambært Taks eiga teir 11 partaeigararnir at gjalda kapitalvinningsskatt fyri søluna, 53,4 milliónir krónur, og tað var eisini niðurstøðan hjá Skatta og avgjaldskærunevndini. P f Vinnan góðtók ikki hesa avgerðina. Tey 11 avgjørdu tó í fyrstu atløgu at gjalda skattin, 53,4 milliónir krónur, men tað varð gjørt undir mótmæli. Taks varð síðani stevnt, og 14. juni í 2011 fall dómur í Føroya rætti, sum gav Vinnuni viðhald. Taks kærdi málið til Eystara landsrætt, men 7. november í 2012 fekk Vinnan eisini viðhald har. Í úrskurðinum skrivar Landsrætturin Sølan av partabrøvunum í p f Vinnan til pf 30 09 2005 var skattafrí og kann ikki metast sum vinningsbýti. Hetta uttan mun til, um endamálið við søluni av partabrøvum var at draga skattafríar pengar úr felagnum. Tað, at feløgini vórðu løgd saman fáar mánaðir seinni, hevur ongan týdning í hesum sambandi. Eftir dómin í Landsrættinum fingu partaeigararnir pengarnar aftur frá Taks. Við rentum og sakarkostnaði var upphæddin nú komin upp í 70 milliónir krónur, altso 16,6 milliónir meira enn upprunaupphæddin var. Eftir dómin í landsrættinum, vendi TAKS sær til Kamaradvokatin í Danmark um ráðgeving. Niðurstøðan hjá Kamaradvokatinum var, at TAKS átti at royna málið í Hægstarætti, og tað fekk Taks loyvi til. Steffen Sværke, advokatur hjá Kamaradvokatinum umboðar Taks í Hægstarætti. Hann plagar at hava sakarmálini hjá danska skattavaldinum. Christian Andreasen er advokatur hjá teimum 11 partaeigarunum í Vinnuni. Radarin , sum kemur klokkan 17 05 seinnapartin í dag, hevur meira um stóru skattatrætuna millum Taks øðrumegin og P F Vinnuna í Gøtu, sum felagið kallaðist tá, hinumegin. Børnini siga at tey vita meira um sólarmyrking nú enn tey gjørdu áðrenn evnisvikuna. Terje Vestergaard, lærari, sigur at børnini eru sera kreativ, og tað snýr um at lata tey vera tað. Tá børnini vórðu spurd um tey høvdu frí tann 20 mars, so vóru tey ikki heilt einig. Hetta kemst av tí at fleiri hava biðið sær frí, men annars er skúlagongd. Tey børnini, sum koma í skúla fara at njóta dagin saman á Toftum. Princess Seaways eitur stóra ferðamannaskipið, sum í gjár kom á Kollafjørð við gott 800 ferðafólkum, sum eru komin higar fyri at uppliva sólarmyrkingina fríggjadagin. Fleiri ferðafólk eru komin ídag loftvegis sum skulu búgva umborð á Princess Seaways. Vit tosaðu við skiparan Kim Carlsson Nær skalt tú í brillurnar, tá sólarmyrkingin verður Nær er tað trygt at taka tær av aftur Vit hava sent eitt barn til Elina Holm, eygnalækna, fyri at fáa svar uppá ymiskar spurningar. Tað kemur ikki upp á tal at steðga tilgongdini at leggja Venjingarskúlan og kommunuskúlan í Havn saman í ein skúla, hóast nýggi Vesturskúlin ikki er bygdur enn. Tað sigur Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentamálanevndini í Tórshavnar býráð, nú foreldur at børnum í Venjingarskúlanum hava sent myndugleikunum hvassorða skriv, har tey finnast at tilgongdini. Hey her eru vit við barnaútvapinum evnið er sólarmyrking, sjálvandi, tí í morgin er 20.mars, og vit eru til reiðar við brillum og eisini at hoyra meira um evnið. Børn kring alt landið hava arbeitt nógv við sólarmyrkingini og eisini børnini í frískúlanum í Havn, sum byrjaðu longu í januar, so í dag fara tey at greiða frá. Sjálvt Boðanesheimið livur ikki upp til krøv um atkomumøguleikar hjá eldri og fólki, ið bera brek, sigur Turið Jacobsen, ergoterapeutur Palæstinar fáa ongan stat, so leingi Benjamin Nethayahu situr við valdið. Tað hevur hann gjørt greitt áðrenn valið, sum hann vann í gjár. Hetta kann føra til, at Ísrael verður meira einsamalt, og at Europa vendur tí ryggin, sigur Heini í Skorðini, sum júst er afturkomin úr Tel Aviv, har hann hevur havt møguleika fyri at fylgja valstríðnum upp til tjóðartingsvalið í Ísrael. Tað koma umleið 1000 ferðafólk um dagin hesa vikuna til sólarmyrkingina fríggjamorgunin. Flestu av ferðafólkunum steðga á við kunningardiskin, og tey hava nógvr og ymiskar spurningar. Vit hava sett okkum fyri, at vit ikki svara Eg veit ikki. Vit royna altíð at finna teimum eitt nøktandi svar, sigur Marin Hentze, leiðari á kunningardiskinum Stigatalvan 1. VÍF 21 dystir 34 stig 2. Kyndil 21 dystir 29 stig 3. H71 20 dystir 27 stig 4. KÍF 20 dystir 19 stig 5. Neistin 20 dystir 18 stig 6. STÍF 21 dystir 9 stig 7. Team Klaksvík 21 dystir 6 stig 17 ára gamli maðurin var farin á Sornfelli. Maðurin gekk seg fastan, so hann ikki slapp niður aftur, tá hann rendi seg fastan í kava og ring gongulíkindi. Løgreglan fekk boðini beint eftir klokkan fýra seinnapartin í gjár, og slakar tveir tímar seinni var ungi maðurin komin niður aftur í øllum góðum, tá Fjallabjargingarfelagið fekk mannin niður. Fyrsti mánaðurin í ár var vánaligur, tá ræður um útflutning. Útflutt varð fyri 380 milliónir krónur í januar, og tað eru 33 milliónir, átta prosent, minni enn í januar 2014. Serliga útflutningurin av fiskavørum, eisini av alilaksi, var minni í ár, munurin er 12 prosent samanborið við januar í fjør, upplýsir Hagstovan. Men innflutningurin var eisini minni. Innflutt varð fyri 67 milliónir krónur, 18 prosent, minni í januar í ár enn í fjør. Stóri munurin er í tølunum fyri olju og bensin, tey fóru niður í helvt og nakað afturat sammett við januar í fjør. Í januar í 2014 kostaðu brennievni 97 milliónir krónur, í januar í ár kostaðu tey 43 milliónir, 56 prosent minni. Kinna Poulsen hevur valt bestu myndina millum allar umleið 900 myndirnar, sum eru komnar til llistaátakið í morgunsendingini, Góðan Morgun Føroyar Italski føroyavinurin Gianfranco Contri er komin til landið at uppliva sólarmyrkingina og við sær hevur hann 20 italienarar. Gianfranco hevur verið nógv í Føroyum og gav í 2004 út eina føroyskt italska orðabók. Yvirlit yvir hálvfinalurnar í flogbólti Kvinnur Hósdagin 19.mars klokkan18.00 Dráttur SÍ Leygardagin 21.mars klokkan14.00 SÍ Dráttur Leygardagin 21.mars klokkan19.00 TB Fleyr Sunnudagin 22.mars klokkan14.00 Fleyr TB Mánadagin 23.mars klokkan20.45 Dráttur SÍ Fríggjadagin 27.mars klokkan18.00 TB Fleyr Yvirlit yvir hálvfinalurnar hjá monnum Hósdagin 19.mars klokkan20.45 Fleyr SÍ Leygardagin 21.mars klokkan16.00 SÍ Fleyr Mánadagin 23.mars klokkan19.30 ÍF Mjølnir Týsdagin 24.mars klokkan20.00 Mjølnir ÍF Týsdagin 24.mars klokkan19.00 Fleyr SÍ Mikudagin 25.mars klokkan20.00 ÍF Mjølnir Fýra skiparar spardu 50.000 krónur hvør í bót, nú Eystari Landsrættur hevur dømt í málinum um makrelfiskiskap í einum stongdum kassa norðanfyri á sumri í 2011. Landsrætturin minkaði bótina úr 150.000 krónum niður í 100.000 krónur, sum er vanliga bótin í slíkum førum. Ákæruvaldið fekk ikki viðhald í pástandinum um, at skipini skuldu missa allan reiðskapin, tey høvdu umborð, tá tey blivu tikin. Føroya rættur segði, at hald skuldi leggjast á reiðskap og veiðu fyri tvær milliónir og 175.000 krónur Men Landsrætturin legði 378.000 krónur afturat, tí øll skipini uttan Finnur Fríði, høvdu meira reiðskap og amboð, sum kundu brúkast til makrelfiskiskap, enn Føroya rættur segði. Flakatrolarin Vesturvón og uppsjóvarskipið Finnur Fríði trolaðu saman, og flakatrolarin Gadus og uppsjóvarskipið Næraberg trolaðu saman í stongda kassanum. Í Føroya rætti helt ákæruvaldið uppá, at kassin var stongdur fyri allari trolveiðu yvirhøvur. Verjin hjá skiparunum segði, at forboðið bara var galdandi fyri botnfisk, ikki fyri uppsjóvarfisk. Men Føroya rættur gav ákæruvaldinum viðhald, og tað gjørdi Eystari Landsrættur eisini. Helst størsta skattamál í Føroya søgu kemur fyri í Hægstarætti mánadagin. Taks vil hava hava teir 11 partaeigarar í P F Varðin at gjalda skatt av 152,5 milliónum krónum, sum teir fingu burtur úr at selja partabrøv til sítt egna holdingfelag, afturi í 2005. Høvuðsargumentið hjá Taks er, at somu persónar áttu somu virði, bæði áðrenn og aftaná handilin. Partaeigararnir tvíhalda um, at alt fór fram í tráð við galdandi lóggávu, og hava teir fingið viðhald bæði í Føroyarætti og Eystara Landsrætti. Sambært Stýrinum fyri ALS er ein tann størsta avbjóðing við fiskavirkisskipanini í dag, at hon nú fevnir um væl fleiri sløg av ymsum virkjum, enn skipanin upprunaliga var ætlað. Tí skal skipanin endurskoðast. Ætlanin er lýst í einum uppriti til landsstýrismannin í vinnumálum, dagfest 10. desember í fjør. Í uppritinum festir Stýrið seg við, at 58 prosent av útgjaldinum úr fiskavirkisskipanini fer til arbeiðsfólk á virkjum, sum ikki virka botnfisk. Í sendingini umrøða Jóan Magnus Rasmussen, sølustjóri hjá Tavuni í Leirvík Fríðin Ziskason, virkisleiðari á Pelagos í Fuglafirði og Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, ætlaðu broytingarnar í Fiskavirkisskipanini hjá ALS. Herfyri hevði Felagið fyri kirkjuráðslimir aðalfund í Hoyvíkar kirkju. Tórður Mikkelsen prátar við Dagbjørt Ólavsdóttir Hansen, forkvinnu í kirkjuráðnum í Gøtu, og Áshild Arnoldsdóttir, næstforkvinnu í kirkjuráðnum í Fuglafirði, og Hans Jacob Lamhauge, formann í Felagnum fyri kirkjuráðslimir. Tað sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, í svari til tingkvinnurnar, Gunvør Balle og Rigmor Dam, sum hava spurt um lýsingaprísir í Kringvarpinum. Bjørn Kalsø sigur, at nú størri partur av lýsingarmarknaðinum er endaður á sosialu miðlunum, verður neyðugt at broyta lóggávuna soleiðis, at Kringvarpið ikki framhaldandi fær lógartryggjaðan rætt til inntøkur frá handilslýsingum. Eg fari tí enn einaferð at arbeiða fyri at fáa skipanina tikna av, á ein hátt, so fíggjarliga grundarlagið hjá Kringvarpinum framhaldandi verður nøktandi, sigur Bjørn Kalsø. Bjørn Kalsø vísir eisini á, at til tess at styrkja grundarlagið hjá privatu miðlunum, eru tvær milliónir krónur settar av á fíggjarlógini at stuðla útbreiðslu og redaksjonella arbeiðnum hjá privatu miðlunum. Kappingareftirlitið hevur sagt, at kappingarstøðan er ójøvn, tí Kringvarpið hevur trygd fyri meginpartinum av sínum rakstrarinntøkum við ársbyrjan, og at Kringvarpið eigur at vísa varsemi, tá ið ræður um lýsingaprísir. Bjørn Kalsø sigur, at hann vónar, at Kappingareftirlitið tekur neyðug stig, um so er, at Kringvarpið ikki heldur kappingarreglurnar. Stóri vøksturin í úrvalinum av umhvørvisvinarligum vørum í handlunum, er ein ábending um, at kundaskarin, sum hugsar um umhvørvið, tá keypt verður, er vaksandi. Í útvarpsstovuna eru nú komin Guðrun Lilja Kristinsdóttir frá íslendsku umhvørvisstovuni og Suni Petersen deildarleiðari á Vernd á Umhvørvisstovuni Eg var ikki bangin sigur Kaj Højgaard á Toftum, tá hann greiðir frá sólarmyrkingini í 1954. Miðlar vóru ikki nógvir og hetta var áðrenn føroyska útvarpið kom, so vistu vit bert tað sum Dimmalætting skrivaði. Hann heldur at løtan skal njótast, men ætlar sær ikki at gera so nógv burturúr sersteka degnum tann 20. mars. Hoyr samrøðuna við Kaj Højgaard omanfyri. Tá tú ikki hevur sjónina, so manglar tú umleið 80 av tíni sansan og eingin veit hvussu tað veruliga er fyrr enn man verður blindur. Soleiðis siga Ruth Thomsen og Karin Kass, sum skipa fyri eini konsert í myrkri í Løkshøll sunnukvøldið. Endamálið er at bjóða fólki ein góðan tíma í tilveruni hjá teimum blindu. Vit merkja ofta at konsertir og tiltøk annars gerast sera visuel. Tónleikarar verða ikki nevndir og skráin fæst bert á pappíri. Sunnukvøldið kunnu tey síggjandi royna ein tíma í bølamyrki við góðum tónleiki, siga Ruth og Karin. Eisini skal kannast, um Føroyar kunnu vera við í EBS samstarvinum millum EFTA og ES og fáa lut í teimum fýra frælsunum í ES. Tjóðveldi sigur, at við limaskapi í EFTA høvdu Føroyar alt fyri eitt blivið partur í teimum 25 fríhandilssáttmálunum, sum EFTA hevur, og sum umfata 35 lond. EBS skipanin merkir, at EFTA londini Noreg, Ísland og Liktinstein hava lut í fýra frælsunum, sum gera, at kapitalur, vørur, tænastur og fólk kunnu virka frítt í ES. Tey eru eisini við í samstarvinum um útbúgving, gransking og mentan í ES. Sambært uppskotinum hjá Tjóðveldi skal landsstýrið innan eitt ár geva løgtinginum frágreiðing um fortreytir fyri føroyskum limaskapi í EFTA, og at landsstýrið fyrireikar lógaruppskot um at taka øll neyðug málsøki á føroyskar hendur fyri at útinna limaskapin. Tað er trupult at velja ein vinnara, tí tað eru so nógvar góðar myndir. Nakrar av myndunum felli eg aftur á fleiri ferðir sigur Kinna Poulsen. Fleiri enn 160 myndir komu til temaið sólarmyrking. Nógvir bankakundar, ið nýta netbanka, hava síðani í gjár varnast, at teir nú noyðast at taka støðu til, um teir vilja hava NemID ella ikki. Ritar tú inn í netbankan, verður tú noyddur at taka støðu til hendan spurningin, og tú skalt góðtaka NemID reglurnar fyri 10. mai í ár, um netbankin skal verða virkin í framtíðini. Góðkennir tú ikki NemID reglurnar, verður netbankin óvirkin eftir 20. juni. Hetta hevur fingið nógvar netbankabrúkarar at ressast, tí øll hava ikki hug at fáa sær NemID. Felagið Føroyskir Peningastovnar sigur, at vilja fólk ikki hava NEM ID, so kunnu tey ikki brúka netbankan, men mugu avgreiða síni bankaviðurskifti á gamlan hátt Men hvat hendir, um ein ikki vil hava NEM ID og sigur nei til hendan møguleikan Søren Bruun frá Felagnum Føroyskum Peningastovnum, og sum eisini er stjóri í Suðuroyar Sparikassa svarar soleiðis. Sendingin umrøður útrokningina í nýggjastu frágreiðingini hjá Búskaparráðnum, sum sigur at føroyski búskapurin er langt frá haldførur. Tilgongdin móti breiðu semjuni um eina fiskivinnunýskipan tók í vikuni eina óvæntaða vend, tá landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum segði seg vera farnan at ivast í síni heimild at samráðast við andstøðuna. Politiskt kjak millum Jacob Vestergaard og Poul Michelsen, formann í Framsókn. Luttakarar í sendingini eru Sverri Hansen, Jón Joensen, Malan Johansen, Torben M. Andersen, Jørgen Niclasen, Johnny í Grótinum, Jacob Vestergaard, Poul Michelsen Tað hevur leingi verið ivasamt, um pensjónsnýskipanin kemur í løgtingið fyri valið, tí semja fæst ikki millum andstøðu og samgongu um broytingarnar, sum eru neyðugar, tí fleiri og fleiri fólkapensjónistar vera í framtíðini og færri á arbeiðsmarknaðinum fyri hvønn pensjónistin. Nú eru løgtingsfólk farin at tosa um ein annan møguleika. Hann er at gera eitt uppskot, sum breið semja fæst um, liðugt fyri valið, men ikki leggja tað fyri løgtingið fyrr enn eftir valið. Vit fingu ikki orð Anniku Olsen fyrrapartin fyri at vita, um hetta er ein leistur, sum hon tekur undir við. Men í tinginum i gjár segði landsstýriskvinnan í almannamálum, at tað ber til at avgreiða pensjónsnýskipanina í hesum valskeiðnum, er vilji til tess. Sum ein løgtingsmaður sigur, so er eingin trupulleiki at fáa breiðar semjur um tær populeru avgerðirnar, men verri er við teimum ópopuleru avgerðunum, nú valið nærkast. Á Mentanarcaf ini tosa vit við Edward Fuglø, Regin W. Dalsgaard, Jóannis Sørensen, Pól Jespersen, Ole Wich, Poul F. Guttesen, Hanus Kamban, og Anker Eli Petersen. Við sigrinum er mest sum greitt, at tað verður Kyndil, sum skal spæla finaluna móti Neistanum. VÍF hevur ein teoretiskan møguleika, men hann er lítil. Støðan 1. Neistin 21 dystir 33 stig 2. Kyndil 21 dystir 32 stig 3. VÍF 20 dystir 26 stig 4. VB 20 dystir 25 stig 5. STÍF 21 dystir 18 stig 6. Stjørnan 19 dystir 8 stig 7. Søljan 20 dystir 0 stig Lívið nýtist als ikki at vera keðiligt, hóast tú ert gamal. Tað halda tey bæði Sámal Júst Ziska Dahl og Dania Andreassen, ið eru ávikavist 80 ár og 77 ár. Sámal Júst Ziska Dahl er fyrrverandi lærari og býr Í Klaksvík saman við konuni, Astu. Hóast hann er 80 ára gamal, setist hann ikki aftur at renna túrar tríggjar ferðir um vikuna. Harafturat dámar honum væl at gera ymiskt kropsligt arbeiði og at fáast við tónleik. Tríggjar morgnar um vikuna svimur hon saman við morgunfrúunum, hon spælir sjavs, syngur í Tilhaldinum og fær ein stóran part av tíðini at ganga saman við vinkonunum. Vejle tók í kvøld ímóti Lyngby, sum er næstovast í donsku 1.deild, og toftamaðurin legði Vejle á odda 1 0, tá 11 minuttir vóru farnir. Stutt fyri hálvleik var Jóan Símun Edmundsson aftur í miðdeplinum, tá Philipp Rasmussen hjá Lyngby var útvístur fyri at sparka Jóan Símun. Hóast Lyngby spældi við tíggju móti ellivu í seinna hálvleiki, eydnaðist tað teimum at javna til 1 1, tá 67. minuttir vóru farnir. 1 1 varð eisini endaliga úrslitið. Hinir føroysku landsliðsleikararnir, Viljormur Davidsen og Sonni Ragnar Nattestad spældu eisini fyri Vejle í kvøld. Báðir vóru við frá byrjan. Vejle er á sjeynda plássi í næstbestu donsku deildini við 22 stigum. Fimm stig eru niður til Brønshøj, sum er beint niðanfyri niðurflytingarstrikuni. Støðan 1. VÍF 21 dystir 34 stig 2. Kyndil 21 dystir 31 stig 3. H71 20 dystir 27 stig 4. KÍF 20 dystir 19 stig 5. Neistin 21 dystir 18 stig 6. STÍF 21 dystir 9 stig 7. Team Klaksvík 20 dystir 6 stig Flogbóltssambandið hevur sent SÍ skriv, har tað verður staðfest, at liðið ikki longur er við í FM kappingini, tí teir hava ikki møtt til tveir dystir. Hjá teimum yngru leikarunum hevur eisini verið órógv. Nevndin í SÍ hevur tikið mannsunglingaliðið úr finaluni. Her hava eisini rúsdrekka trupulleikar verið. Hey øll somul og vælkomin til barnaútvarpið henda serstaka fríggjadag. Hesa vikuna hava vit hoyrt nógv um sólarmyrking, og í dag er so dagurin 20.mars í 2015, at full sólarmyrking verður í Føroyum. Mánin er 400 ferðir nærri jørðini enn sólin. Mánin er eisini 400 ferðir so lítil sum sólin, og tí síggja hesir knøttir á leið líka stórir út frá jørðini. Tá ið mánin er millum okkum og sólina, kemur hann av og á fyri sólina. Tá er sólarmyrking. Mánin kastar skugga á jørðina. Har skuggin rakar jørðina, verður dagur til nátt eina løtu. Um mánin fjalir alla sólina, er myrkingin full. Seinast full sólarmyrking var í Føroyum, var 30. juni í 1954. Tá høvdu flestu húsarhald hønur, og tað er atburðin hjá hønunum, sum flest fólk minnast best. Tær runnu nevniliga allar inn í høsnarhúsið og settust á vaglið at sova tær hildu tað var nátt. Eisini hoyra vit børn í Frískúlanum í Havn greiða frá evnisarbeiði um rúmdina, og í dag fara vit at hoyra stuttar yrkingar um sólina, sum elsti bólkur í skúlanum hevur skrivað. Øll sum stóðu í Sandavági og sóu sólarmyrkingina vóru samd um at hetta var ein heilt einastandandi uppliving. Her er ein reportasja frá løtuni beint áðrenn, tá full sólarmyrking var og løtuna aftaná. Her er full sólarmyrking í Vágum, sum tit síggja so bleiv ikki serliga myrkt her Teir valdu hendan møguleikan, tí ein teirra er flogskipari og hetta gjørdi eisini at teir við vissu fóru at síggja sólarmyrkingina. Hetta eydnaðist teimum sera 15.000 føtur uppi frá jørðini omanfyri Vágar. Hoyr hvussu teir upplivdu sólarmyrkingina í flogari. Føroysku tónlistavirðislønirnar er eitt stórt, breitt og fevnandi tiltak, har føroyskur tónleikur og føroyskir tónleikarar innan allar sjangrur eru í miðdeplinum. Kringvarpið, Miðlahúsið og NLH skipa í felag fyri stórfingnum tiltaki, Føroysku tónlistavirðislønirnar, har vit varpa ljós á og heiðra bestu avrikini í føroyskum tónleiki í farna ári. Fyriskipararnir meta, at tað er neyðugt við einum árligum tiltaki, sum fagnar føroyskum tónleiki og gevur føroyskum tónlistafólkum ta virðing, tey hava uppiborið. Løgreglan hevur merkt, at nógv fólk vóru í býnum í Havn í gjárkvøldið, tá fleiri tiltøk vóru á skránni aftaná sólarmyrkingina. Vakthavandi á politistøðini í Havn sigur, at onki álvarsligt mál hevur verið, men løgreglan hevur fingið fleiri fráboðanir um full fólk, enn vanligt er um vikuskiftið. Onkur bardagi hevur verið, sum var hæsaður av, tá politiið kom á staðið. Sjúkrabilur hevur verið eftir fólki, ið er dottið, tí tað var ávirkað, og politiið hevur fingið fráboðanir frá grannum, sum hava havt ampa av harðum tónleiki frá grannahúsum. Tá stór sangløta var á Vaglinum klokkan 23, setti løgreglan í verk somu tilbúgvingarætlan, sum nýtt verður til stóru sangløtuna á Ólavsøku. Løgreglufólk sita á varðhaldi rundan um Vaglið, og ein sjúkrabilur og samarittar vóru til staðar. Tilbúgvingarætlanin er eitt samstarv millum løgregluna, Landssjúkrahúsið og Sløkkiliðið. Punktum sett fyri einum longum og hendaríkum sólarmyrkingardegi, við felagssangi á Vaglinum í Havn. Gurið Højgaard stjóri á Visit Faroe Islands heldur, at meira enn 10.000 fólk vóru savnaði til songløtuna, og ferðafólkini hava latið sera væl at. Enn eru nógv ferðafólk eftir í Føroyum. Ferðamannaskipini, sum hava ligið á Havnini seinastu dagarnar, eru farin, men enn eru nógv ferðafólk eftir í Føroyum, og hjá Atlantsflogi eru 17 fráferðir úr Føroyum á skránni næstu tríggjar dagarnar. Stór ónøgd er millum tingfólk við bankunum, tí teir velja at nýta útlendskar KT skipanir, seinast NemID skipanina. Tað kom fram, tá fyrsta viðgerð var hósdagin av lógaruppskotinum um at varðveita persónsupplýsingar í Føroyum. Tingfólkini ivast í, hví bankarnir velja eina danska skipan, tá ein føroysk skipan sum Mín Lykil finnst, og verður nýtt av millum annað Taks. Eisini ivast tingfólk í, um tað fer at kosta so nógv at flyta skipaninar aftur til Føroyar, sum bankarnir siga. Fleiri tingfólk halda eisini, at Felagið føroyskir peningastovnar hevur givið tinginum skeivar upplýsingar, tá teir fyrr hava sagt, at bert partar av KT skipanunum verða fluttar av landinum, tí tað hevur víst seg, at meira og meira verður flutt. Vit hava valt NemID, tí tað er ein tryggari lykil, enn lykilin sum vit frammanundan nýta. Skipanin Mín Lykil lýkur ikki tey krøv, ið vit hava til ein nýggjan lykil, tí hann riggar ikki nóg væl saman við teimum skipanunum, sum vit frammanundan nýta. Um vit valdu at nýta Mín Lykil, skuldu vit skift aðrar skipanir út eisini . Tað sigur Janus Petersen, formaður fyri Felagið Peningastovnar. Vit hava longu ein føroyskan lykil, sum riggar, og tí hava vit ikki tørv á eini skipan sum Mín Lykil , sigur Janus Petersen. Vit eru ikki ein KT menningarfyritøka, men ein fyritøka, ið keypir KT loysnir. Gomlu trygdarskipanina noyddust vit at røkja og menna, og hetta arbeiði vilja vit sleppa undan. Tí velja vit NemID, sum er ein loysn, sum allir bankar í Danmark nýta, og sum SDC, sum vit frammanundan samstarva við, umsitur , sigur Janus Petersen. Janus Petersen sigur, at tað ber til at skifta NemID út við eina føroyska talgilda undirskrift, um ein slík verður ment. Men at taka allar skipanir og allar upplýsingar til Føroyar er ein heilt annar og dýrari spurningur , sigur Janus Petersen. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, skrivar í svari til Høgna Hoydal um NemID, at vit ikki eiga at lata okkum trýsta til at seta í verk hesa donsku KT skipanina, og nýta hana sum eina talgilda undirskrift í Føroyum. Landsstýrismaðurin vil tó ikki siga, um hann tekur undir við uppskotinum hjá Tjóðveldi um at lóggáva allir upplýsingar aftur til Føroya. Hann vil heldur bíða eftir úrslitinum av tí greiningararbeiði, ið landsstýrið júst hevur sett í gongd, og sum skal enda við eini KT strategi fyri Føroyar, sum ein talgild undirskrift eisini er partur av. Á fíggjarlógini fyri 2015 eru tvær milliónir settar av til talgilding av samfelagnum, og greiningararbeiðið, sum arbeiðsbólkurin er settur at gera, skal verða liðugt í ár. Jørgen Niclasen skrivar í svarinum, at tað leysliga verður mett, at ein samskipað talgilding av Føroyum fer at gera raksturin millum 30 og 50 milliónir krónur bíligari. NemID loysnin, sum peningastovnarnir nú fara at nýta, er ikki ein talgild undirskrift, men eitt trygt log in, skrivar hann. Høgni Hoydal spyr eisini um, hvørjar avleiðingar tað hevur fyri føroyska búskapin, føroyska KT vinnu og møguleikarnir at menna føroyskar loysnir og førleikar, nú bankarnir flyta allar sínar KT trygdarskipanir av landinum. Til hetta svarar Jørgen Niclasen, at tað er ikki gjørd nøkur greining, sum í krónum vísir avleiðingarnar fyri føroyska búskapin og føroyska KT vinnu, men yvirskipað kann sigast, at ynskiligt hevði verið um peningastovnarnir høvdu víst størri samfelagssinni og valt føroyskar loysnir, skrivar landsstýrismaðurin. Landsstýrismaðurin kann heldur ikki svara uppá, hvussu stóran part av yvirskoti bankanna, fara av landinum til at menna elektroniskar skipanir utanlands. Hesar upplýsingarnar hevur hann ikki atgongd til. Hann vísur til eitt svar frá Felagnum peningastovnar, sum skrivar, at peningastovnarnir ikki kunnu svara hesum spurningi, tí talan deils er um upplýsingar fevndar av tagnarskyldu mótvegis KT veitarum og deils um innanhýsis trúnaðarupplýsingar. Høgni Hoydal spyr eisini um, hvørja trygd landsstýrismaðurin kann veita einstøkum borgarum, at teirra upplýsingar eru tryggir. Til hetta svarar landsstýrismaðurin, at hann ikki hevur møguleika at veita einstøkum borgarum ávísa KT trygd, men kann staðfesta, at útlendski veitarin av skipaninum til peningastovarnar er undir eftirliti og fylgir altjóða trygdarstandardum. Landsstýrismaðurin er kunnaður um, at peningastovnarnir hava sent fráboðan til Dátueftirlitið um flyting av upplýsingum til donsku fyritøkuna, ið eigur NEM ID. Og at uppgávan hjá Dátueftirlitinum er, av sínum eintingum ella eftir klagu frá skrásetta, at ansa eftir, at viðgerð av persónsupplýsingum bara fer fram í samsvari við lógina og tær reglur, sum ásettar eru sambært lógini. Samstundis sum føroyska virksemi í Russlandi veksur við eitt nú vaksandi útflutningi og nýggjari sendistovu í Moskva, er støðan millum Danmark og Russland vorðin ógvuliga spent. Tí Danmark er eitt møguligt mál fyri russiskum atomálopum, um Danmark verður partur av rakettverjuni hjá Nato. Tað hevur russiski sendimaðurin í Danmark, Michail Vanin, boðað frá í lesarabrævi í danska blaðnum JyllandsPosten í dag. Mál fyri álopum Tekur Danmark undir við tí, verða donsk verjuskip mál fyri russiskum atomrakettum, tí Danmark verður ein partur av hóttanini móti Russlandi. Tað er sjálvandi tykkara avgerð, men eg vil minna tykkum á, at tit koma at bøta fyri hetta bæði í krónum og oyrum, men eisini hvat trygd viðvíkur, sigur Mikhail Vanin við Jyllands Posten. Hevur elvt til øsing í Danmark Útsagnirnar hjá Mikhail Vanin hava skapt øsing og ørkymlan í Danmark. Uttanríkisráðharrin Martin Lidegaard sigur, at um Mikhail Vanin meinar tað, sum hann sjálvur hevur skrivað, so er tað ikki nakað, tey kunnu góðtaka, og fyrrverandi uttanríkisráðharrin í Danmark. Uffe Elleman Jensen, er ikki bilsin av útsagnunum hjá russiska sendimanninum. Uffe Elleman Jensen sigur við TV2, at útsagnirnar hjá Mikhail Vanin bara eru ein liður í stóra propagandaapparatinum hjá Vladimir Putin. Hesum tekur Henrik Breitenbauch granskari á Center for militære studier á Universitetinum í Keypmannahavn undir við, Danmark er eitt møguligt mál fyri russiskum atomálopum, um Danmark verður partur av rakettverjuni hjá Nato. Tað hevur russiski sendimaðurin í Danmark, Michail Vanin, boðað frá í lesarabrævi í danska blaðnum JyllandsPosten í dag. Eygleiðarar eru tó á einum máli um, at vit ikki skulu rokna við russiskum atomálopum á donsk verjuskip í næstu viku, men útsøgnin hjá russiska sendimanninum hevur elvt til bæði ørkymlan og øsing. Fleiri danskir politikkarar hava viðmerkt útsagnirnar. Martin Lidegaard, uttanríkisráðharri, hevur sagt, at um Michail Vanin meinar tað, sum hann hevur skrivað, so kunnu útsagnirnar á ongan hátt góðtakast. Somuleiðis hevur Holger K. Nielsen úr SF kallað útsagnirnar vitleysar. Og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður tekur eisini frástøðu frá útsagnunum hjá russiska sendiharranum í Danmark, hóast hesin kemur til Føroyar í mai. Altjóða down s syndrom dagur er í dag. Dagurin var eisini hildin á Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn og tað er ógvuliga umráðandi at varpa ljós á syndromið, sigur Maria Smith Petersen, sum er ein av fyriskiparunum av tiltakinum, sum var í dag. Flogførini koma úr eitt nú Danmark, Bretlandi, Fraklandi, Sveits og Eysturríki, skrivar stjórin á flogvøllinum, Jákup Sverri Kass, í tíðindaskrivi. Umframt at dagurin var serligur tí at tað var sólarmyrking, so er hann eisini serligur fyri føroyska flogvinnu, tí at danska flogfelagi DAT setti met tá ið tað setti seg við teirra MD83 flogfari, sum er størsta ferðafólkaflogfar sum nakrantíð hevur sett seg í Vágum. Flogfari er 45 metur langt. Sagt verður av flogvøllinum at tað hevur gingið stak væl at fáa ferðsluna frá hondini, og at ferðafólkini lata væl at tænastuni sum tey fáa í Føroyum. Í USA er nógv olja á goymslu, sum ikki ber til at selja. Orsøkin er, at seinastu 40 árini hevur ikki verið loyvt at útflyta olju úr USA. Tí hava amerikansku oljufeløgini heitt á myndugleikarnar um at ógilda forboðið, so tey kunnu selja olju á heimsmarknaðinum. Í USA er oljan bílig, eini 20 prosent lægri enn á heimsmarknaðinum, og ein tunna av olju í USA verður seld fyri góðar 43 dollarar fyri tunnuna, næstan 10 dollarar minni enn oljan úr Norðsjónum. Í løtuni er støðan tann, at amerikansku oljufeløgini útvinna líka nógv av skiferolju, sum landið brúkar. Tað er bíligari at fáa skiferoljuna til høldar, enn vanliga olju, og tí kunnu amerikansku oljufeløgini halda fram við sínum virksemi, hóast oljuprísurin er lækkaður munandi. Í Noreg verður mælt fólki til at eta meir av toski, tí toskurin er góður matur. Toskur er ikki so feitur fiskur sum eitt nú laksur, men kortini eru nógvar góðar vitaminur í honum. Ábendingar eru eisini um, at toskur kann gera, at fólk klænka, vísa kanningar sum bæði norskir og kanadiskir granskarar hava gjørt. Tær kanningarnar eru kortini ikki lidnar enn. Kanningar vísa eisini, at nógv jod er í toski. Jod hevur týdning fyri vøksturin og fyri at menna sentralnervaskipanina. Ein døgurði, svarandi til 100 gram av toski, gevur nóg mikið av Omega 3 feittsýrum til tveir dagar, meðan sama nøgd av laksi gevur nóg mikið av Omega 3 feittsýrum til eina viku. Sambært matmyndugleikunum í Europa, er nóg mikið við einum fjórðings ella hálvum grammi av Omega 3 sýrum nóg mikið um dagin, fyri at fyribyrgja æðra og hjartasjúkum, so talan er ikki um tær stóru nøgdirnar. Kanningar vísa eisini, at tað er minst líka gott at eta tosk til døgurða, sum at taka lýsi, tí fleiri góð evnir eru í fiskinum. Og so vísa kanningar eisini, at protein úr toski úr Atlantshavinum, kann verja ímóti fleiri sløgum av krabbameini. Foreldur eiga at lata børnini eta fisk tvær ella tríggjar ferðir um vikuna, tí fiskurin hevur stóran týdning fyri menningina hjá børnum, sigur granskararnir. Maria hevur áður verið sóknarprestur í Norðoya eystara prestagjaldi, nú hon tekur við embætinum eftir Theodor E.D.Olsen, sum var sóknarprestur í Norðstreymi til 1.september í fjør, tá ið hann tók við sum sóknarprestur í nýggja prestagjaldinum í Suðurstreymoyar norðara prestagjaldi. Maria Jørðdal Niclasen skal hava bústað í Kvívík. Tað er dómprósturin, sum skipar Mariu Jørðdal Niclasen í embætið, og hetta verður, sum sagt, gjørt við hátíðargudstænastu í Kvívíkar kirkju nú seinnapartin klokkan kl.17.00. Hesi seinastu 3 árini hevur Felagið Føroysk Ross gjørt nógv burturúr at skipa alingina av Føroyskum rossum betur. Ryssur, sum tað ikki hevur eydnast at fáa kvidnar, hava verið viðgjørdar av djóralækna, og nú síggjast úrslitini. Í fjør vórðu 8 fyl folað, og í ár væntast í minsta lagi 9 fyl afturat. Hetta er tað mesta nakrantíð. Somuleiðis verða DNA royndir tiknar, fyri at staðfesta upprunan hjá hvørjum einstøkum rossi og avmarka innannøringina mest møguligt. DNA royndirnar verða kannaðar í Svøríki. Hans Petersen, formaður í felagnum fyri Føroysk ross, er sera bjartskygdur. Fríggjdagin lóti 142 lív, tá sjálvmorðatsóknir vórðu framdar í tveimum moskum í høvuðsstaðnum Sanaa. IS hevur tikið ábyrgdina fyri álopunum. ST hevur skundfund í dag um støðuna í Yemen. Frakoyrdi forsetin í Yemen, Abd Rabbu Mansour Hadi, hevur biðið um eina skjóta uppíleggin frá ST. Frákoyrdi forsetin skuldsetti í gjár shiamuslimska Houthi bólkin, ið fær stuðul úr Iran og hevur valdið í høvuðsstaðnum Sanaa, fyri at standa handan kvettið móti honum, skrivar Berlingske Tidende. Stúrt hevur verið fyri borgarakríggi í Yemen, síðan Houthi bólkurin tók valdið í Sanaa og fleiri sunnimuslimskum økjum. Hetta elvdi til samanbrestir og bardagar. Lokalvalini í Fraklandi eru í dag og 29 mars, skrivar Politiken. Valevnini, ið fáa bestu úrslitini, fara víðari til annað valumfar. Forsetaval skal vera í Fraklandi í 2017, og mett verður, at eitt gott valúrslit í dag, fer at styrkja støðuna hjá Marine Le Penn, forkvinnu í Front Nationale, í kappingini um at gerast forseti í Fraklandi. Mamma Anthonius noyddist ung at taka bóndahúsið suðuri á Bø í Húsavík upp á seg, tí fyrst doyði mamman av tuberklum og síðani doyði pápin. Í hitt borðið doyði eisini abbi Anthonius á Fløtti, meðan børnini vóru ung. Anthonius bygdi í Klaksvík. Skjótt fór hann at selja rullugardinur. Seinni fór hann undir møblasølu, sum vaks seg stóra. Pápin og mamman høvdu havt handil í Húsaavík. Eina ferð vórðu dreingirnir í kava sendir til Skálavíkar eftir margarini til jólar. Tá keyptu teir ymiskt fýrverk, sum teir spældu sær við millum húsini í Húsavík. Anthoniusi dámar lítið, tá KÍ ikki vinnur á havnarliðum í fótbólti. Javni luttekur á NSR fundi, Norðurlendskum Samarbeiðsráðsfundi í Keypmannahavn. Hetta stendur á heimasíðuni hjá Javna. Á skránni hava verið evnir sum heilsa, fosturdiagnostikkur og arbeiði. Alt evnir, sum eru sera viðkomandi hjá Javna at fáa skift orð um við norðurlendsku systirfeløgini. Við á fundinum úr Føroyum eru Durita Strøm, Malena Arnholdsdóttir og Sigrun Wardum. Á ferðini til NSR fundin varð eisini høvið at vitja ein skúla í Ystad, sum er víðagitin fyri sín máta at arbeiða við inklusión. Og serliga fyri sín hugburð um at øll kunnu læra. Meira um hesa vitjan verður at frætta seinni, skrivar tey á heimasíðuni hjá Javna. Føroyameistararnir í B36 gjørdu sína skyldu í Vági í gjár, og tað gjørdi at B36 var oddalið. Men hetta var bert ein løtuvinningur, sum vardi í eitt samdøgur, tí eysturoyarliðið, NSÍ reisti seg aftur eftir tapið í Gundadali síðsta sunnudag. NSÍ vann grannauppgerðina móti ÍF í dag, og er nú aftur oddalið í effo deildini. Sí hevur møguleika at kæra avgerðina, men velja teir ikki at kæra, ella um teir ikki fáa viðhald í kæruni og harvið ikki luttaka í FM kappingini, er ÍF tryggjað finalupláss, og skulu Mjølnir og Fleyr kappast um hitt finaluplássið. Føroyameistararnir í B36 gjørdu sína skyldu í Vági í gjár, og tað gjørdi at B36 varð oddalið. Men hetta var bert ein løtuvinningur, sum vardi í eitt samdøgur, tí eysturoyarliðið, NSÍ, reisti seg aftur eftir tapið í Gundadali síðsta sunnudag. NSÍ vann grannauppgerðina móti ÍF í dag, og er nú aftur oddalið í effo deildini. Her eru úrslitini í Effo deildini í 4.umfari. FC Suðuroy B36 1 3 EB Streymur AB 0 0 Víkingur KÍ 3 3 NSÍ ÍF 3 1 HB TB 0 0 Av tí at A landsliðið hjá monnum skal spæla móti Romenia um eina viku tann 29 mars, verður steðgur í effo deildini til 2. apríl, tá fimta umfar skal spælast. Komandi umfar sær soleiðis út Víkingur FC. Suðuroy TB NSÍ AB ÍF HB EB Streymur B36 KÍ Tað var dramatikkur fyri allar áskoðararnar í Gundadali í dag, tá Fleyr heldur óvæntað vann á TB, eftir at TB førdi 2 0 eftir annað sett. Haraftrat meta TB damurnar tað verða ein órættvis skipan tær spæla undir, tá tað ber til at liggja nummar 1 alt kappingarárið, og heili 11 stig frammnfyri nummar 2, og harvið ikki verða tryggjaður eitt finalupláss. Fleyr ætlar at vinna 3. hálvfinaluna, sum verður spæld í Trongisvági fríggjadagin. Eftir at snáva tvey tey fyrst settini, tóku Fleyr damurnar seg av álvara fram, og vunnu sostatt dystin 3 2 á TB seinnapartin í dag. Skuldi H71 liva í vónini um eitt FM finalupláss, so skuldu hoyvíkingar vinna á Kyndli í dag. Hetta eydnaðist teimum eisini. Hóast Kyndil enn er frammanfyri H71 við tveimum stigum, nú liðini mangla antin tveir ella tríggjar dystir, so hevur H71 lættari mótstøðu í sínum dystum sum resta í, og hevur leikt ein dyst færri enn Kyndil. Talan var um eina sera spennandi finalu í compound, tá Anja Johansen vann sítt fyrsta føroyameistaraheiti nakrantíð. Hon vann við einum stigi á Kaj Johannensen og setti eisini persónligt met í 15 píla skjóting. 15 ára gamli, Teitur Dalsgaard gjørdist føroyameistari í recurve. Hetta er annað árið á rað at Teitur er føroyameistari í hesi greinini. Vinnarar Recurve 1. Teitur Dalsgaard 2. Absalon Hansen 3. Eggaba Andreasen Absalon Hansen væntar á myndini Anja hevur góðar vónir til oyggjaleikir Hóast at tað enn er óvist hvussu oyggjaleikalandsliðið verður mannað til oyggjaleikir, so ætlar Anja at gera alt fyri at sleppa við á landsliðið. Tað er í summar at bogaskjúttalandsliðið skal kappast í Jersey. Anja Johansen hevur enn ikki roynt seg á oyggjaleikum, tí seinast var siktið brotið á boganum, og eftir hennara tykki var hetta tað sum gjørdi at úttøkukappingin tá gekk ógvuliga illa. Útøkukappingar uttan vøll FM telur ikki við sum úttøkukapping, men tað er í næstum at úttøkukappingarnar eru. 2,19, og 24 apríl eru úttøkukappingarnar á skránni og eftir tær verður avgjørt hvør skal manna oyggaleikalandsliðið. Men tað sum undrar bogaskjúttarnar er, at hóast feløgini ella landsliðið einki stað hevur at venja úti, so skulu úttøkukappingar í uttandurðaskjóting vera í næstum. Meira verður at frætta um FM í bogaskjóting í 3 2 í annaðkvøld. Taks tapti í Føroya rætti og í Landsrættinum, men fekk loyvi at royna í Hægstarætti. Taks sigur, at talan var um fjalda útluting av vinningsbýti, tá 11 eigarar í partafelagnum Vinnuni í Gøtu á heysti í 2005 seldu síni partabrøv í Vinnuni til sítt egna, nýstovnaða holdingfelag, P f 30. september 2005. Sambært Taks eiga teir 11 partaeigararnir at gjalda kapitalvinningsskatt, 53,4 milliónir krónur, av søluni, og tað var eisini niðurstøðan hjá Skatta og avgjaldskærunevndini. Men tey 11 í P f Vinnuni góðtóku ikki hesa avgerðina. Tey avgjørdu tó í fyrstu atløgu at gjalda skattin, 53,4 milliónir krónur, men tað varð gjørt undir mótmæli. Taks varð síðani stevnt. 14. juni í 2011 fall dómur í Føroya rætti, sum gav partaeigarunum viðhald. Taks fór í Eystara landsrætt við málinum, men 7. november í 2012 fingu tey 11 vinnufólkini eisini viðhald har. Taks søkti so um loyvi at fara í Hægstarætt og fekk loyvið. Eftir dómin í Landsrættinum fingu partaeigararnir pengarnar aftur frá Taks. Við rentum og sakarkostnaði eru tær 53,4 milliónirnar frá 2005 nú komnar upp í 75 milliónir krónur. Steffen Sværke, advokatur hjá Kamaradvokatinum, umboðar Taks í Hægstarætti í dag. Hann plagar at hava sakarmálini hjá danska skattavaldinum. Christian Andreasen er advokatur hjá teimum 11 partaeigarunum í Vinnuni. Fólkaheilsuráðið ætlar at kanna heilsustøðuna hjá vaksnum føroyingum. Kanningin skal lýsa, hvussu fólk halda, at heilsa teirra er. Samstundis fæst neyvt at vita, hvussu fólk liva, tí spurt verður um royking, rúsdrekka, mat og rørslu. Í spurnablaðnum eru spurningar, sum onnur lond hava brúkt, so til ber at Føroyar við grannalondini, sigur Fólkaheilsuráðið, sum hevur gjørt mál og avrikssáttmála við Heilsumálaráðið fyri 2015. Fólkaheilsuráðið hevur millum annað sett fær fyri í ár at fáa føroyingar at eta meira fisk og grønmeti, eisini á skipum, tí gott fryst grønmeti kann eisini brúkast. Málið er at nærkast aftur gamla etingarmynstrinum í Føroyum, tá fiskur var høvuðsmáltíðin gerandisdagar og kjøt var sunnudagsdøgurðin, sigur Fólkaheilsuráðið. Jonhard Larsen eigur eina mammu, sum er 70 ára gomul, sum býr í einum sambýli í Klaksvík. Tá hon var 62 ára gomul, fekk hon staðfest Alzheimers. Hetta hevur, sum tað ofta ger hjá teimum avvarandi, sett síni merki í lívið og gerandisdagin hjá Jonhardi og familjuni annars. Hann sigur at familjan ongantíð hevur tosað við mammuna um sjúkuna og hetta harmar hann. Hann leggur afturat at hóast mamman ikki veit at sanginum, so hevur tilgongdin verið sum eitt slag av terapi fyri hann. Hoyr sangin og samrøðuna við Jonhard Larsen omanfyri. Elisabeth Maria Rasmussen sum er mamma Kristian hevur sett á stovn ein foreldrastuðulsbólk og endamálið við bólkinum er at stuðla og hjálpa øðrum foreldrum at børnum við menningartarni eftir førimuni Jógvan Joensen er X factor finalistur í 2015. Tað var fríggjakvøldið at tað skuldi avgerast um hann ella bólkurin Citybois vóru triðja og síðsta navnið í finaluni. Tá verturin rópti navnið hjá Jógvani gjørdist hann kløkkur, men í morgun er hann fegin um at fólkið valdi góðan tónleik og gott appeal, tekki og tvætl, sum Citybois er. Thomas Blachman var súrur Eftir at Jógvan hevði framført sangin, Josephine, hjá Teiti Lassen, varð Blachman súrur. Hetta var tí at hann metti at hetta var tann sanni Jógvan, og føldi seg snýttan øll hini umførini. Blachman hevur sjálvur skyldina Jógvan Joensen vísir viðmerkingunum hjá Thomas Blachman aftur, og sigur at Blachman sjálvur er orsøkin til sangvalini hjá Jógvani. Blachman hevur hvørjaferð tikið mínar sangir og eg havi verið noyddur at finna ein nýggjan í evstu løtu. Eisini hevur DR roynt at valt sangir hjá mær frá, tí teir ikki rigga inn í konseptið. Hoyr samrøðuna við Jógvan omanfyri Avmarkað arbeiðsorka hjá løgregluni kann gera, at gomul mál fara við nógvari tíð, sum kundi verið brúkt til nýggj mál, um fyrningarfreistin í málum um kynsligan ágang verður strikað. Fútin hevur gjørt greitt, at verður fyrningin strikað, fara tey gomlu málini at taka nógva orku frá nýggjari málum, samstundis sum líkindi fyri at fáa dóm eru sera lítil. Fútin heldur hetta vera sera óheppið fyri tey, sum hava verið fyri ágangi, tí tey kunnu fáa ta kenslu, at rættarskipanin ikki tekur tey fyri fult. Arbeiðsbólkurin skrivar, at umráðandi er at hava í huga, at tað er eitt álvarsligt inntriv í rættartrygdina at strika fyrningina. Harafturat eigur at havast í huga, at tað krevur sera nógva orku hjá løgregluni at kanna heilt gomul mál. Tá so orkan hjá løgregluni er avmarkað, er eisini vandi fyri, at tað kann ávirka kanningina, tá nýggj mál skulu kannast. Tí, sigur arbeiðsbólkurin, eigur at vera væl umhugsað, hvat endamálið er við at strika fyrningarfreistina og ikki ber til at røkka endamálinum á annan hátt. Í Føroyum er fyrningarfreistin í málum um kynsligan ágang móti børnum í minsta lagi 10 ár og í mesta lagi 33 ár. Viðvíkjandi barnaváttan mælir arbeiðsbólkurin til at kanna gjølla fyrimunir og vansar við barnaváttan og gera sær greitt, hvat endamálið er við henni. Nú fer at bera til at lesa føroysku bløðini talgild. Talgildingin av mikrofilmunum av føroysku bløðunum er umsíðir við at vera komin undir land. Mikudagin verður samkoma, har verkætlanin verður alment tikin í nýtslu, sigur Landsbókasavnið. Í nýggja blaðsavninum eru 17 bløð, heilt frá fyrstu útgávuni av Dimmalætting í 1877 til 1999. Tað vil siga øll tey størru dagbløðini og so nøkur serbløð og lokal og felagsbløð. Harumframt verður frá blaðportalinum atgongd til 22 føroysk tíðarrit, sum áður hava ligið úti alment í savninum, sum eisini er heitið á nýggja blaðportalinum. Á portalinum fer millum annað at bera til at leita í savninum og lesa greinir ella tey einstøku bløðini heimanífrá. Verkætlanin at talgilda mikrofilmarnar av føroysku bløðunum byrjaði í 2013, men varð síðan útsett nakrar ferðir. Í mai 2014 skrivaðu Statsbiblioteket í rhus og Landsbókasavnið undir sáttmála, har Statsbiblioteket, sum hevur mikrofilmarnar á goymslu, átók sær at standa fyri skanningini av filmunum. Alt tað skannaða tilfarið er síðan lagt inn í blaðportal hjá donsku fyritøkuni Infomedia, sum fyri Landsbókasavnið nú fer at veita almenna atgongd til bløðini umvegis netið. Ragnar A. Jacobsen, starvsfólk í Kringvarpinum, og vertur í sendingini tónleikasendingini Norðurljóð, fekk í dag Norrøna Herðaklappið frá Norrøna felagum í Føroyum. Norðurlandadagur er í dag, og Norrøna Felagið nýtti dagin at handa Norrøna Herðaklappið á fyrsta sinni. Ætlanin hjá felagnum er at heiðra einum persóni, sum ger nakað serligt fyri at økja um kunnleikan til Norðurlond og skapa samband og vinarlag millum londini. Heiðursgávan er ein ferðaseðil fyri tvey við nýggja NORÐUR netverkinum, har møguligt er at flúgva til Reykjavík, Edinburgh og Bergen. Føroyska ferðavinnan hevur nógv um at vera í hesum døgum ikki minst í samband við fullu sólarmyrkingina, ið verður um eitt lítið samdøgur. Úrslitini higartil benda á, at tað fer at eydnast teimum at røkka málinum um ein samlaðan umsetning uppá eina milliard krónur í 2020. Verða 4,30 krónur lagdar oman á prísin fyri brennievni til bilar, missir landskassin einki sambært útrokningum hjá Fíggjarmálaráðnum. Við at leggja okkurt um 1,75 krónur í avgjøldum oman á prísin á bensini og dieseli eigur at bera til at koyra fyri einki í báðum undirsjóvartunlunum, við Bygdaleiðum og sigla ókeypis við strandfaraskipunum. Skal vegskatturin strikast, kann tað gerast við at leggja 2,56 krónur aftur at prísinum. Bensin og diesel fara at kosta millum 1,72 krónur til 1,79 krónur meira fyri liturin, um almenna ferðslan í Føroyum skal verða ókeypis. Skal allur flutningur við strandfaraskipunum og Bygdaleiðum vera ókeypis, kostar hann landskassanum okkurt um 51 milliónir krónur um árið. Skal tað fíggjast við avgjaldi á bensini og dieseli, verður liturin 1,40 krónur dýrari, tá meirvirðisgjaldið er talt við. Helgi Abrahamsen vildi hava at vita, hvussu nógv bensinprísurin og dieselprísurin skulu hækka, um hækkingin skal fíggja tað, sum teir báðir undirsjóvartunlarnir, Bygdaleiðir og Strandferðslan kosta at reka og tað, sum landskassin fær í vegskatti. Skal landið reka undirsjóvartunlarnar og eisini fíggja tann raksturin við avgjaldi á bensini og dieseli hækkar prísurin millum 11,6 oyru upp í 16,1 oyra fyri liturin umframt MVG. Sambært svarinum kostar beinleiðis raksturin hjá undirsjóvartunlunum millum fimm og sjey milliónir krónur um árið. Men harafturat krevjast dagføringar fyri 58 milliónir krónur til 2024. Og tær dagføringarnar kosta 15 oyru oman á prísin fyri bensin og diesel. Landið fekk í fjør 93,3 milliónir krónur í vegskatti. Skal vegskatturin strikast og landskassin ikki missa ta inntøkuna ber til at fáa 93,3 milliónir krónur við at hækka bensinprísin og dieselprísin hálva triðju krónu, sigur landsstýrismaðurin eisini í svari sínum. Sambært tølunum hjá Fíggjarmálaráðnum tekur landskassin 2,40 krónur í innflutningsgjaldi fyri bensin og 50 oyru fyri diesel. Tá so meirvirðisgjaldið kemur omaná fekk landskassin 95,3 milliónir krónur fyri 36,5 milliónir litrar av bensini og dieseli í fjør. Franciskanarsystrarnar hava verið eyðkendar í býarmyndini í Havn. Hóast nógv er broytt síðani fyrstu franciskanarsystrarnar komu til Føroya í 1931, halda systrarnar, at tær framvegis hava eina uppgávu her í landinum. Hendan sendingin Við Tórði á túri er øðrvísi. Verturin tekur okkum við inn í kleystrið Kerit í Varðagøtu í Havn, har vit hoyra allar seks nunnurnar greiða frá. Onkuntíð hava tær verið nógv fleiri. Møgliga kemur onkur systir afturat um stutta tíð. Tað gongur striltið hjá grikkum at rinda skuld hjá landinum aftur, sæst í einum brævi frá grikska forsætisráðharranum til týska kanslaran, sum í dag verður endurgivið í Finacial Times. Í brævinum ávarar grikski forsætisráðharrin, Alexis Tsipras, um at stjórn hansara kann verða noydd at velja millum at rinda lán ella at halda fram við at rinda sosialar veitingar. Meginparturin av lánunum hjá Grikkalandi eru fra altjóða valutagrunninum, IMF. Alexis Tsipras hittir í dag týska kanslaran, Angelu Merkel, í Berlin. Týskland heldur fast um, at Grikkaland skal gera umfatandi nýskipaninir fyri at fáa tey lánini, sum higartil hava forðað fyri, at landið er farið á húsagang. Eg noyðist at arbeiða allatíðina. Tað er sum eg høggi av seinum stórum steini. Soleiðis sigur Sunleif Rasmussen í hesi portrettsending. Heilsumálaráðið skal innan hósdagin finna 10,3 milliónir krónur at rinda tað, sum ein dómur í Landsrættinum herfyri álegði ráðnum at gjalda fyri sálarligu viðgerðina hjá einum útlendskum sjómanni. Í dag viðgjørdi Hægstirættur málið, har TAKS vil hava 11 partaeigarar í Gøtu at rinda skatt av einari sølu fyri umleið 10 árum síðan. Talan er um størsta skattamál í Føroya søgu. Vit síggja tað javnan. Eitt video verður tikið upp, lagt á netið og so kemur fer á, og tað verður deilt hundrað, túsund ella milliónir ferðir. Í Føroyum hava vit fleiri dømi seinast um hønurnar í sambandi við sólarmyrkingina fríggjadagin. Tað gongur skjótt fyri seg á netinum. Videolagið hjá Hamferð, sum var víst 57.000 ferðir fyrr í dag, er nú víst 67.000 ferðir. Og innslagið um sólarmyrkingina og hønurnar er víst meiri enn hálva fjórðu millión ferðir. Við nýggja talgilda blaðsavninum, sum Landsbókasavnið letur upp mikudagin, verður munandi lættari at leita eftir gomlum blaðgreinum. Talgilda blaðsavnið, ið hevur kostað 800.000 krónur at gera, verður alment tikið í nýtslu á samkomu á Landsbókasavninum mikudagin, móðurmálsdagin, klokkan 10. Ein serfrøðingur sigur við NRK , at orsøkin er at kinesiski andstøðingurin Liu Xiaobo í 2010 fekk friðarheiðursløn Nobels, sum verður handað í Oslo á hvørjum ári. Síðan 2010 er norski útflutningurin av laksi til Kina minkaður nógv. Kortini var virðið av norska útflutinginum av sjómati til Kina 3,2 milliardir norskar krónur í 2014, sambært NRK. Av hesum er laksaútflutningurin úr Sør Trøndelag, Nordland og Troms um ein fimting av samlaða norska útflutninginum av sjómati til Kina. Laksur úr Skotlandi og Føroyum hevur yvirtikið ein part av marknaðinum. Grønland og ES hava gjørt nýggjan fimm ára sáttmála um fiskiskap. Sambært sáttmálanum, sum er galdandi árini 2016 til 2020, fær Grønland góðar 130 milliónir krónur um árið frá ES, so ES kann sleppa at fiska í grønlendskum sjógvi. Pengarnir eru teir somu sum í galdandi sáttmála, men kvoturnar eru minni. Lodnukvotan fer úr 60.000 tonsum niður í 20.000 tons og rækjukvotan úr 10.900 tonsum niður í 7.700 tons. Fýra tilboð komu upp á arbeiðið. Lægsta tilboð hevur Valbjørn Dalsgarð, slakar 10,3 milliónir krónur Hægsta tilboðið, sum J og K Petersen eigur, er 12,3 milliónir krónur. Nýggi stovnurin á Sandi er ætlaður børnum og ungum við serligum avbjóðingum úr øllum landinum. Men fýra pláss verða sett av til sandoyingar. Í deplinum, sum verður 480 fermetrar, verða átta kømur og felagshøli til 15 fólk. Depilin skal sambært lógini um hann ikki kosta meira enn 12,4 milliónir krónur. Eftir ætlan skal virknis og umlættingardepilin vera liðugur næsta ár. Fýra milliónir krónur í avlopi eftir skatt eru sjáldan stórtíðindi. Men hjá P f Betri Pensjón er hetta besta úrslitið higartil, síðani felagið varð stovnað fyri sjey árum síðani. Sambært Betri Pensjón hevur felagið nú 14.700 kundar og 20 prosent av føroyska marknaðinum fyri lívstryggingar og pensjónir. Úrslitið í 2014 var fýra milliónir krónur í avlopi eftir skatt. Tað var 100.000 krónur í 2013. Eitt annað dótturfelag hjá TF Holding, Tryggingarfelagið Føroyar, hevði bara sjey milliónir krónur í avlopi eftir skatt í fjør. Felagið sigur, at tað í 2013 avgjørdi at lækka tryggingargjøldini. Í 2014 vóru eisini nógvir miðalstórir skaðar á sjónum og í vinnuni, og kapping var frá útlendskum tryggingarfeløgum, donskum og íslendskum. Við øllum tí í huga er Regin Hammer, forstjóri Tryggingarfelagnum Føroyum, nøgdur við úrslitið í fjør. Og hann væntar somu inntøkur í ár sum í fjør. Tað er gott at hava ein vitjanarvin, sum kemur á gátt. Vitjanartænastan hjá Reyða Krossi Føroya hevur ein góðan bólk av vitjunarvinum, sum vitja. Men tørvur er á fleiri fólkum. Vitjanartænastan ynskir fleiri fólk, sum vilja brúka ein til tveir tímar um vikuna til at vitja. Eyrith Guttesen Leyni og Marin Samuelsen samskipa hetta arbeiðið fyri Reyða Kross. Mikhail Vanin hevur ikki boðað frá, at hann ætlar sær til Føroya aftur í ár. Og freistin at boða frá er langt síðani farin, upplýsir Løgmansskrivstovan. Mikhail Vanin var sum russiskur sendiharri í Føroyum í mai í 2013. Russiski sendiharrin í Keypmannahavn gjørdi av álvara vart við seg, tá hann leygardagin í lesarabrævi í danska blaðnum Jyllands Posten skrivaði, at Danmark er eitt møguligt mál fyri russiskum kjarnorkuálopum, um Danmark verður við í rakettverjuni hjá Nato. Eg haldi ikki, at danir vita, hvat hendir, um Danmark tekur undir við rakettverjuskipanini, sum USA stýrir. Ger Danmark tað, verða donsk krígsskip mál fyri russiskum kjarnorkurakettum, tí Danmark verður ein hóttan móti Russlandi, skrivaði sendiharrin og gjørdi við tí spentu støðuna millum Danmark og Russland upp aftur spentari. Frá 18. til 20. mai vitja 32 sendifólk í Keypmannahavn Føroyar. Tey eru úr eitt nú USA, Kina, Kanada, Uganda og Vjetnam, men ikki úr Russlandi. Sambært Mette Skak, lektara í lærda háskúlanum í rhus, er hóttanin hjá Mikhail Vanin ikki vend móti skipunum hjá donsku sjóverjuni á okkara leiðum. Mette Skak sigur við KNR , grønlendska kringvarpið, at hóttanin umfatar donsku fregattirnar, sum vera við í rakettverjuni, og tær eru ikki her á norðurleiðunum. Vit eru nú stødd í Nýggjustovu niðri í Gongini í Havn og tað var her Hammershaimb vaks upp. Saman við mær er Jógvan í Lon Jacobsen leiðari á Føroyamálsdeildini og Eirikur Lindenskov sum eigur Nýggjustovu Skráin fyri móðurmálsdagin byrjar á Landsbókasavninum klokkan 10, tá verkætlanin Talgilding av mikrofilmunum av føroysku bløðunum alment verður tikin í nýtslu. Tiltakið endar klokkan19 um kvøldið í Nýggjustovu í Gongini í Havn, har Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, fer at handa móðurmálsvirðislønina, sum hesaferð verður latin fyri tað góða málið í lýsingum og handilsligum teksti Morgunkórið vandi við fullari ferð í gjárskvøldið. Men bráddliga mátti Sigrið Sivertsen, kórleiðari, skera ígjøgnum, tí um fólk skulu siga somu orð í somu løtu, so er neyðugt at orðið verður sagt eins. Sigrið heldur at kórið er á rættari kós, tó so manglar enn nógv. Tíverri hevur vanligt vetrarforkølilsi órógvað bæði kórsangarar og Sigrið hevur sjálva. Men nú er kórið um at vera 100 aftur og nógv tey leggja nógva orku í verkætlanina. Hoyr eina reportasju frá venjingini í gjár. Flogfarið var á veg úr Barcelona í Spania til D sseldorf í Týsklandi, skrivar tíðindastovan, AFP, fyri løtu síðani. Talan er um eitt flogfar hjá týska flogfelagnum, Germanwings. Germanwings er eitt týskt lágprísfelag, ið Lufthansa eigur. Hvørki Germanwings ella Lufthansa hava sent út nakra almenna kunning síðan flogfarið datt niður í morgun. Á Twitter sigur flogfelagið Germanwings, at felagið fer at koma við nærri kunning á heimasíðuni hjá felagnum, germanwings.com . Í løtuni er heimasíðan kortini óvirkin. Flogfarið sendi út neyðarkall 46 minuttir áðrenn tað datt niður, siga fronsku loftferðslumyndugleikarnir, sambært bretska miðlinum, The Independent. Her er rutan hjá Germanwings flogfarinum, ið var ávegis úr Barcelona til D sseldorf. Kortið vísir eisini, hvar flogfarið datt niður, sambært BBC á Twitter. Danska innanríkisráðið upplýsti seinni mikudagin, at ein danskur ríkisborgari var millum tey 144 ferðafólkini, ið vóru við flogfarinum, tá datt niður. Fyrr í morgun varð sagt, at 142 ferðafólk vóru við flogfarinum. Germanwings rættaði talið fyri løtu síðan, og sigur nú, at 144 ferðafólk vóru við flogfarinum. Manningin taldi seks fólk. Minnilutin í Sands kommunu fekk ikki valdhald í kæruni um ivasamar starvssetanir í kommununi. Kommunala eftirlitið reinsar borgarstjóran og meirlutan í kommunustýrinum fyri allar ákærur. Minnilutin undrast tó á niðurstøðuna hjá kommunala eftirlitinum, sum hoyrir undir Almannamálaráðið, tí minnilutin hevur ikki fingið høvi at gera viðmerkingar til svarini frá borgarstjóranum. Tað hevur alt at siga at vit gera føroyskt filmstilfar. Tað útlendska er gott og tí skulu vit eisini rúma, men vit hava tørv á at gera okkara egna tilfar við føroyskum samleika. Tað sigur Pætur M. Dahl, nevndarlimur í Klippfisk. Hann vitjaði okkum í útvarpsstovuni saman við Sámal Jákup Jakobsen, umboð fyri Nóllywood og Eliasi Magnussen, fyrrverandi Nóllywoodnæmingi. Tað er nú at tað ber til at melda seg til filmsleguna, Nóllywood, sum sambært fyriskiparunum er komin fyri at vera í føroyska filmsumhvørvinum. Her er meira kunning. Tá ein kunngerð kann tulkast báðar vegir, eigur hon at verða tulkað til fyrimuns fyri borgaran og ikki til frama fyri myndugleikan. Tað sigur Kærunevndin hjá Studna, sum broytti eina avgerð hjá Studna um ferðastuðul. Studni noktaði at lata einum lesandi ferðastuðul í fjør, tí útbúgvingin byrjaði um heystið. Tí átti umsóknin um stuðul at vera komin um várið í 2014 og ikki í august. Umsóknin kom ov seint, segði Studni, sum noktaði at lata stuðul. Umsøkjarin byrjaði at lesa í Danmark á heysti í 2010 og átti tí at søkja um ferðastuðul um várið. Men í januar 2012 fór hann undir aðra útbúgving. Kærunevndin sigur, at nú eigur at verða søkt um heystið, tí útbúgvingin byrjaði um várið í 2012. Spurningurin er, sigur Kærunevndin, um lestrarhálvurnar skulu roknast í mun til ítøkiliga lesturin ella í mun til lesturin hjá umsøkjaranum sum heild. Kærunevndin heldur, at báðar tulkingarnar rúmast í orðingina í kunngerðini. Tá reglurnar ikki eru heilt greiðar, má tulkast til fyrimuns fyri borgaran. Kærunevndin broytti tí avgerðina hjá Studna. Umsøkjarin átti at fáa ferðastuðulin í 2014, sigur Kærunevndin. Ein serbiskur felagsskapur fyri generalar og admiralar krevur nú, at NATO rindar fyri skaðarnar, sum stóðust av luftálopunum, sum NATO framdi í gamla Jugoslavia í 1999. Kravið kom mánadagin, tá felagsskapurin hittist í sambandi við, at 16 ár í dag eru liðin, síðani bumbuherferðin hjá NATO byrjaði í Jugoslavia tann 24. mars 1999. Russiska tíðindastovan Itar Tass endurgevur Jovo Milanovic, general, fyri at siga, at NATO álopini vóru brot á allar leiðreglur um altjóða lóg, og at tey elvdu til ovurstóran skaða og kravdu stór menniskjanslig offur. Luttakararnir tóku undir við generalinum at fara undir kanningar fyri at fáa endurgjald og at byrja rættarliga atsókn móti vesturlendskum leiðarum, sum tóku avgerð um og stuðlaðu avgerðini um at bumba Jugoslavia. Bumbuálopini vardu í 78 dagar. Serbiskir serfrøðingar meta, at skaðar vórðu fyri millum 60 og 100 milliardir dollarar, skrivar Itar Tass. Orsøkin, til minkingina, er, at foreldur ikki vilja velja fyri børn síni, sigur Karen Marie Sø Leth Nissen, teologur og Ph.d. lesandi, sum er í ferð við at gera eina kanning av, hví foreldur í Danmark ikki doypa børn síni, sambært DR. Foreldur meina, at børn sjálv skulu velja. Hetta er tekin um stóru individualiseringina í samfelagnum í dag, sigur hon. Minkandi dópstalið er ein stór avbjóðing fyri fólkakirkjuna, sigur Henrik Stubkjær, biskupur í Viborg. Eg haldi, at tað er harmiligt, at dópstalið er minkað. Áður doyptu foreldur bara síni børn. Tað gera tey ikki longur. Í dag er tað vorðið eitt virkið tilval at lata børn síni doypa, sigur hann við Danmarks Radio. Karen Marie Sø Let Nissen, teologur og Ph.d. lesandi, sigur, at tilboðini hjá kirkjuni verða mett eins og øll onnur mentanartilboð. Foreldrum dámar væl pinkubarna sálmasang, men tey kunnu tað sama velja at fara til pinku yoga í mentanarhúsinum, og hóast tey fara til sálmasang við pinkubørnunum, er tað ikki tað sama, sum at tey velja at lata børnini doypa, sigur hon. Emilie Van Hauen, mentanarsosiologur sigur við heimasíðuna, at fólkakirkjan eigur at taka minkandi dópstalið í størsta álvara, tí tað er tekin um, at kirkjan ikki longur er partur av tilvitskuni hjá danska fólkinum. Hóast mong trúgva uppá okkurt, so eru tey ikki serliga religiøs. Mangir danir skilja átrúnað og trúgv sum eitt stórt sjálvtøkuborð, har tú setur tín egna átrúnað saman, sigur Emilie Van Hauen. Vit játta ikki eina ávísa trúarskipan, og á tann hátt samsvarar hetta fult við, hvussu vit nútímans menniskju handfara hugsjónir annars, sigur hon við Danmarks Radio. AP tíðindastovan skrivar, at millum ferðafólkini vórðu 16 næmingar á einum studentaskúla í Týsklandi. Og danska uttanríkisráðið boðar í kvøld frá, at ein danskur ríkisborgari var millum ferðafólkini. Tingið viðgjørdi uppskotið í dag, og eftir fyrstu viðgerð hevur løgmaður góðar vónir um, at tað verður samtykt, hóast summi tingfólk eru ivasom. Helle Thorning Schmidt, forsætisráðharri, ávarar føroysku útflutningsvinnuna ímóti at gera sær dælt av støðuni, at russiska innflutningsbannið ikki umfatar Føroyar, samstundis sum ES hevur sett tiltøk í verk móti Russlandi. Helle Thorning Schmidt segði, at hóast russiski sendiharrin í Danmark hevur hótt við kjarnorkukríggi, er trygdarstøðan í Føroyum og Grønlandi ikki broytt. Edmund Joensen segði, at Føroyar hava góð viðurskifti við Russland, og útflutningurin hagar er eisini nógv vaksin. Men mong stúra fyri nýggju, ágangandi uttanríkispolitisku kósini, sum Russland hevur sett, segði hann. Í dag er móðurmálsdagur, so vit fara at tosa um mál. Fyrst fer Bogi Hansen, sum gongur í 6.flokki at greiða frá. Síðani fer Erling Isholm at siga okkum eitt sindur um V.U. Hammershaimb, tí vit siga, at Hammershaimb er faðirin at skriftmálinum. At enda fer Sólvá Jónsdóttir at greiða frá ð inum. Men í gjár kunngjørdi Heðin Mortensen, borgarstjóri, at nú er staðfest, at skattainntøkurnar í 2014 eru 53,7 milliónir størri enn mett var í fíggjarætlanini. Fólkatalið í Tórshavnar kommunu vaks eisini í 2014. Tað fór upp um 20.000. Tann 31.desember í fjør vóru 20.248 fólk skrásett í Tórshavnar kommunu, 310 fleiri enn 1.januar. Fólkatalið vaks 1,6 prosent. Hóast hallið var meira enn hálv milliard í fjør, eru tey í Faroe Petroleum nøgd. Felagið hevði góðar 940 milliónir krónur í tøkum peningi við árslok. Felagið mentist í 2014. Millum annað roynist Pil brunnurin í Norðurhavi nógv betur enn mett var. Har eigur Faroe Petroleum fjórðingin. Felagið gjørdi íløgur fyri eina milliard og 380 milliónir krónur í fjør. Og kapitalurin hjá felagnum varð hækkaður 662 milliónir í fjør summar. Atlantic Petroleum hevði slakar 220 milliónir krónur í halli í fjør eftir skatt. Orsøkin er fyrst og fremst lækkaði oljuprísurin, sigur felagið í fráboðan í morgun. Framleiðslan hjá Atlantic Petroleum var 1605 tunnur í miðal um dagin í fjør. Í ár verður framleiðslan eitt sindur minni, væntar felagið. Føroysku fakfeløgini eiga at stovna ein banka, sum tænir áhugamálunum hjá vanliga løntakaranum. Tað heldur forkvinnan í Pedagogfelagnum. Tórshavnar býráð samtykti hóskvøldið at fara undir stóru verkætlanina at gera fótbóltsvøll við Karla Magnusarbreyt í Hoyvík og útstykkja fyri 24 grundøkum Oman gil. Tað heldur Gvøðbjørg West, dagligur leiðari og ráðgevi hjá KRIS. Felagsskapurin er sjálvboðin, og hann hjálpir fólki, ið hava verið fyri kynsligan ágangi. Skotið er upp at velja Jógvan Jespersen, stjóra í Felagnum Nótaskipum, Rúna Poulsen, stjóra í Smyril Line, og Súsonnu Poulsen, forstjóra í Hjelmeland Sparekasse í Noregi, í nevndina. Størstu partaeigararnir í bankanum, Fíggingargrunnurin frá 1992 og Henrik Lind Invest ApS, hava skotið upp at velja nýggj fólk í bankanevndina. Seinnapartin í dag letur ein listaframsýning upp á Ráðhúsinum í Keypmannahavn. Framsýningin kallast Ungdommes V rsalong 2015 og ein sum hevur fingið fýra málningar við á hesa framsýningina er 17 ára gamla Eydna Steinberg av Viðareiði. Birita Sandberg Samuelsen, advokatur, tekur við sum forkvinna í nevndini hjá Fíggingargrunninum, nú formaðurin, sum hevur verið í eitt ár, Rúni Vang Poulsen, stjóri í Smyril Line, fer í nevndina í BankNordik á aðalfundi bankans í dag. Rúni Vang Poulsen heldur tó fram í nevndini í Fíggingargrunninum, sum umsitur partapeningin hjá landinum í BankNordik. Landið eigur framvegis triðingin av bankanum. Tiltakið Norðurlendsk Strandamentan er samstarv millum áhugabólkar og almenna stovnar í limalondunum. Limalond eru Grønland, Ísland, Føroyar, Danmark, Noreg, Svøríki, Áland og Finnland Løtuna í 1999, tá tveir politistar bankaðu á dyrnar hjá Jens Lisberg, gloymir hann ongantíð. Øll tilveran hjá honum og familjuni broyttist tá. Ein ógvuslig ferðsluvanlukka hevði verið, og støðan hjá soninum hjá Jens Lisberg, Hávardi, var lívshættislig. Har var einki at gera. Hann hevði fingið ógvusligar skaðar, og tá læknarnir greiddu okkum frá um støðuna, var tað ikki torført at góðtaka, at tað einasta rætta var at sløkkja fyri respiratorinum, sigur Jens Lisberg. Í Vegamótinum fortelur Jens Lisberg millum annað, hvussu tann fyrsta tíðin var, eftir at sonurin var deyður, og hvussu tey sum familja royndu at fóta sær aftur. Eisini fortelur Jens Lisberg, hvørja ávirkan hendingin hevur havt á seg sum persón, trúnna og tónleikin. Hugskotini vóru Rio de Janeiro, Dehli, ella Shanghai og meirlutin valdi Shanghai. Ætlanin við ferðini er, at vitja lærdar háskúlar, og so eisini at stuðla einum barnaheimi fíggjarliga. Í hesum sambandi verður skipað fyri stuðulskonsert í Mentannarhúsinum í Fuglafirið fríggjakvøldið klokkan 21.30. Luttakandi eru Signar í Homrum, Jens Marni Hansen, Bárður á Lakjuni og Danny and the DeVitos. Mirjam Hansen og Karstin Neshamar frá Altjóða flokkinum á Kambsdali vitjaðu í útvarpsstovuni Svarti kassin, sum varð funnin eftir flogvanlukkuna í fronsku alpunum í gjár, er skaddur, men serfrøðingar siga seg vóna, at teir kortini kunnu fáa greiði á tí, sum hendi. Bjargingarlið fóru aftur í økið í lýsingini í morgun. Har er ilt at koma fram, tað letur seg bert gera við tyrlu, ella at ganga í ein slakan tíma frá einum vegi. Flogfarið er farið í spønir, og eingin lutur er størri enn ein fermetur. Eingin av teimum 150 fólkunum, sum vóru við flogfarinum, kom frá hendingini við lívinum. Stutt fyri klokkan11 mistu fronsku eftirlitsmyndugleikarnir samskiftið við flogfarið. Tað fleyg í 38.000 fóta hædd, men dalaði skjótt í átta minuttir, og tá flogfarið var í 6.000 fóta hædd, hvarv tað av radaranum. Enn veit eingin, hvat hendi. Franski veðurstovnurin upplýsir, at veðrið var gott. Myndugleikarnir í Fraklandi eru longu farnir undir at avhoyra fólk, sum kunnu hava havt okkurt við flogfarið at gera. Týsku myndugleikarnir siga, at tað fer at taka langa tíð at fáa greiði á hendingini. Stjórin í týsku skaðanevndini sigur, at tað fer at taka tvey til trý ár at fáa fáa flogfarið sett saman, um ikki okkurt annað kann prógva, hvat hendi. Higartil er staðfest, hvørji 121 av teimum 150 fólkunum vóru 67 týskarar, 45 spaniólar, 2 úr Australia, Columbia, Argentina og Japan og eitt fólk úr Belgia, Danmark og Ísrael. Bretskir myndugleikar hava upplýst, at bretar eisini vóru við, men ikki hvussu nógvir, og hildið verður, at fólk úr Turkalandi, Meksiko og USA eisini vóru við. Flogfarið hevði trupulleikar mánadagin. Tað stóð í fleiri tímar, tí lemmurin til næsahjólið ikki virkaði sum hann skuldi. Serfrøðingar halda tó ikki, at tað kann vera orsøkin til vanlukkuna. Løgtingið fer í dag at viðgera uppskotið hjá Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, um at hækka viðbótina til fólkapensjónistar 1. juli. Neyðugt verður at biðja um eykajáttan frá løgtinginum, fyri at seta viðbótina í verk, tí bara10 milliónir krónur eru játtaðar á fíggjarlógini til endamálið, men tørvurin í ár verður 13,7 milliónir krónur Tí má løgtingið játta 3,7 milliónir krónur aftrat til ætlanina. Nakað av pengunum fáa landið og kommunurnar aftur í skatti í ár 4,8 milliónir krónur og næsta ár 8,2 milliónir krónur, sæst í viðmerkingunum til uppskotið. Tey vanligu ráðini, tá tú skalt halda ein fyrilestur eru, at tú ikki skal lesa úr pappírinum, men vera leysur av pappírum. Men LeikRead festivalurin er eitt norðurlendskt samstarv, sum setur spildurnýggja leikritið í miðdepilin. Leikritið, sum leikarar og leikstjóri bert hava vant 2 x 4 tímar saman. Fantastiskt at uppliva seks spildurnýggj leikrit Rakul Thomsen, samskipari, sigur at hetta er ein einastandandi uppliving og ein møguleiki hjá fólki at uppliva byrjanina í tilgongdini, tá ein leikur skal setast upp. Tó so leggur hon afturat at fólk koma ikki at standa og lesa púra óvitandi um, at áskoðarar eru í salinum. Hetta eru hóast alt sjónleikarar, sum koma at framføra. Les meira her um festivalin, sum er nú fríggjakvøldið og leygarkvøldið. Tað merkir ikki, at nakað sjúkrahús skal niðurleggjast, men dupultfunksjónir skulu lúkast burtur, segði Kaj Leo Holm Johannesen á fundinum. Haraftrat fer Sambandsflokkurin eisini at arbeiða fyri, at tað verður ein læknafaklig leiðsla, sum tekur avgerðir, og ikki politikarar, tí tað eru teir ikki førir fyri, segði løgmaður. Tey trý sjúkrahúsini verða vanliga mett at vera eitt politiskt eymt mál, sum kann kosta atkvøður. Seinast, málið varð tikið upp politiskt, var John Johannessen landsstýrismaður í heilsumálum fyri Javnaðarflokkin í 2011. Hann byrjaði eina tilgongd, sum skuldi hava við sær, at tey trý sjúkrahúsini skuldu hava eina leiðslu. Uppskotið varð klárt at bera í tingið, men so nærkaðist løgtingsval, og so broyttu politikarar støðu, tí lokalpolitikkur kom upp í málið, hevur John Johannessen áður greitt frá í útvarpinum. Heimasíðan skrivar, at í ár er úttøkan øðrvísi, tí feløgini eru sjálvi komin við teirra boðum um, hvør eigur at verða millum oyggjaleikaluttakararnar. Spurtarar Rúni Jacobsen, Hvirlan, 100 metur og 200 metur Tummas Napoleon Arge, Hvirlan, 200 metur Magnus Dahl Christiansen, Hvirlan, 100 metur Hildur Poulsen, Bragdið, 100 metur Margit Weihe Fríðmundsdóttir, Bragdið, 100 m, 200 metur og 400 metur Sára Debesardóttir, Bragdið, 200 metur og 400 metur Alda Sigurdsdóttir Lamhauge, Hvirlan, 100 metur og 200 m Loyparar Trygvi Laksafoss, Hvirlan, hæddarlop, longdarlop og trístøkk Øssur Debes Eiriksfoss, Hvirlan, hæddarlop, longdarlop og trístøkk Bogi Berg, Hvirlan, longdarlop Tórur Mortensen, Hvirlan, longdarlop og trístøkk Edna Maria Debes, Hvirlan, trístøkk Kastarar Hallur Simonsen, Hvirlan, klingrukast Heri Ziska, Hvirlan, klingrukast Hanus Bergsson, Hvirlan, spjótkast Marita Káradóttir Petersen, Hvirlan, spjótkast Miðteinarennarar Rúni Seloy, Bragdið, 800 metur Teitur Bjarnastein, Bragdið, 800 metur Steingrímur Hallsson, Bragdið, 800 metur Eingar Gregersen, Treysti, 800 metur og 1.500 metur Julian Gregersen, Treysti, 800 metur og 1.500 metur Katarina Høj, Bragdið, 800 metur og 1.500 metur Rebekka Fuglø, Treysti, 800 metur og 1.500 m Langteinarennarar Sam Vang, Bragdið, maraton Jan Elmar Sørensen, Treysti, 3.000 metur forðarenning Bjørk Herup Olsen, Bragdið, 3.000 metur forðarenning, og 5.000 metur Valborg Heinesen, Bragdið, 5.000 m, 10.000 metur og maraton Marna Egholm, Bragdið, 5.000 m, 10.000 metur og maraton Hægsta luttakaratalið hjá FÍF til oyggjaleikir hevur ligið um tíggju. Higartil eru átta, sum hava klárað kravúrslitini fyri at sleppa við. Tey eru Katarina Høj, Rebekka Fuglø, Bjørk Herup Olsen, Valborg Heinesen, Marna Egholm, Rúni Seloy, Øssur Debes Eiriksfoss og Hanus Bergsson. Hanna Poulsen, ÍF Víkingur Monika Biskopstø, KÍ Eyðvør Klakstein, KÍ Durita Hummeland, EB Streymur Skála Lív Arge, HB Malena Josephsen, KÍ Sigrid Petersen, ÍF Víkingur Arnborg Lervig, ÍF Víkingur Sigrun K. Kristiansen, EB Streymur Skála Fríðrun Danielsen, EB Streymur Skála Anna Sofía Sevdal, EB Streymur Skála Heidi Sevdal, HB Jónvá Hentze, HB Oddrún Danielsen, Østerbro IF DEN Olga Kristina Hansen, KÍ Milja R. Simonsen, HB Íðunn Magnussen, EB Streymur Skála Rannvá B. Andreasen, KÍ Minnilutin í kommunustýrinum á Sandi undrast á, at hann ikki fekk høvi at gera viðmerkingar til svarið frá borgarstjóranum í kæruni um starvssetanir í kommununi. Útvarpið royndi yrrapartin at fáa eina viðmerking frá Hilmari Høgenni, deildarstjóra á kommunudeildini í Almannamálaráðnum, men tað hevur ikki eydnast. Løgfrøðiliga stríðið millum Vørn og Brunaeftirlitið og Sørvágs kommunu um, hvør eigur at góðkenna brunatrygdina í nýggju farstøðini á flogvøllinum, heldur fram. Kjarnin í trætuni er, hvør skal góðkenna, Brunaeftirlitið ella Sørvágs kommuna, eftir at byggilógin kom 1.apríl í 2013. Fyri 1.april í 2013 var eingin ivi. Tá var Brunaumsjónin, sum stovnurin kallaðist tá, góðkennandi myndugleiki. Men tá byggilógin kom, varð brunaviðgerðin flutt frá landi til kommunur. Tí Innlendismálaráðið segði í rundskrivi 27.mai í 2013, at Brunaumsjón landsins átti ítøkiligu brunamálsviðgerðina, tá talan var um ikki vanliga bygging, sum fekk byggiloyvi fyri 1.apríl 2013, tá nýggja lógin kom. Sørvágs kommuna gav byggiloyvið tann 27.september í 2012. Og 3.juli í fjør gav Sørvágs kommuna P f Vága Floghavn loyvi at brúka farstøðina. Eitt ráðgevandi felag, Notir, gav loyvið vegna Sørvágs kommunu. Brunaeftirlitið hevur síðani á ymsan hátt, millum annað við kærum, roynt at fingið Sørvágs kommunu at taka aftur loyvið, sum Vága Floghavn fekk. Brunaeftirlitið sigur, at trygd kann ikki veitast fyri fólkatrygdini í farstøðini, um eldur kemur í. Brunaeftirlitið hevur boðað Sørvágs kommunu frá, at farstøðin kann møguliga vera opin undir herdum eftirliti, meðan málið verður endaliga viðgjørt, og farstøðin kann verða góðkend. Men Sørvágs kommuna bakkar ikki. Fyri stuttum segði advokaturin hjá kommununi, Christian Andreassen, í brævi til Vørn, at hann er als ikki í nøkrum iva um, at málsræðið viðvíkjandi brunaviðgerð av øllum bygningum eldshættislig virki undantikin frá og við 1.apríl 2013 er flutt frá landi til kommunurnar. Eitt av høvuðsendamálunum við lógini um tilbúgving og lógini um bygging var at áseta eitt greitt kompetancubýti millum land og kommunur. Báðar lógirnar staðfesta heilt greitt, at brunamyndugleikin verður fluttur til kommunurnar at umsita. Og, skrivar Christian Andreassen, eg kann tí als ikki taka undir við, at Innlendismálaraðið av sínum eintingum og uttan nakra lógarheimild gevur onnur boð, enn tey sum greitt framganga av lógini og av viðmerkingunum til lógina. Og hann vísir á, at í skjølunum í málinum sæst, at Vørn í februar 2013 gjørdi vart við, at Sørvágs kommuna eftir 1.apríl átti brunamálsviðgerðina. Sørvágs kommuna tekur ikki aftur nýtsluloyvið, sum P f Vága floghavn fekk til farstøðina tann 3.juli í fjør, sigur Sune Jacobsen, borgarstjóri í Sørvági. Miðalaldurin á teimum, sum vóru komin saman á Landsbókasavninum fyrrapartin, var oman fyri 60, tá Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, trýsti á knøttin, sum gjørdi, at blaðsavnið nú er tøkt á netinum. Herfyri vendu foreldur og ein skúli sær til politiið, tí børn høvdu keypt sonevndar butterflyknívar uttanlands. Men politiið kundi einki gera, tí í Føroyum er ikki ólógligt at innflyta og hava slíkar knívar heldur ikki hjá børnunum. Og tí fær minnilutin í Sands kommunu ikki viðhald í, at minnilutin átti at verið hoyrdur um svarini hjá borgarstjóranum á Sandi í sambandi við kæruna um starvssetnanirnar í kommununi. Almannamálaráðið og Kommunala eftirlitið komu í gjár við sínari niðurstøðu Borgarstjórin á Sandi, Brandur Sandoy, hevur einki skeivt gjørt. Og tí fær minnilutin ikki viðhald. Hvørki í ákærunum um, at starvssetanirnar ikki eru farnar fram eftir bókini, ella at minnilutin átti at verið hoyrdur um svarini frá borgarstjóranum. Almannamálaráðið hevur sent klagu tykkara til Sands kommunu til viðmerkingar. Eisini hevur Almannamálaráðið fingið avrit av skjølum í málinum frá Sands kommunu, herundir avrit av gerðabókum, tá nevndu mál hava verið viðgjørd . Hann leggur dent á, at kommunala eftirlitið hevur gjørt sína niðurstøðu út frá skjølum, sum eru í málinum. Hetta eru eitt nú avrit av gerðabókum, tá málini hava verið fyri á kommunustýrisfundi á Sandi. Og júst tað, at málini hava verið fyri á kommunustýrisfundum, metir kommunala eftirlitið sum haldgóða grundgeving fyri, at minnilutin á Sandi er kunnaður um málini. Í 1990 fingu Herfríð og Eli Falkvard í Sørvági tríburðar. Stutt eftir varð staðfest, at allar tríggjar genturnar vóru mongolar. Tá tær vóru ein mánað gamlar, doyði tann eina gentan. Í dag eru tær báðar Rannvá og Rúna 12 ára gamlar, og ganga í fjórða flokki í Sørvágs Skúla. Tær eru glaðar og lívligar og eru ein fastur partur av bygdarmyndini. Hóast genturnar klára seg væl, stúra foreldrini eisini um framtíðina og hvat skal vera av gentunum. Sendingin Rannvá og Rúna er ein lívsjáttandi sending, sum vísir okkum gerandisdagin hjá tvíburunum og familju teirra. Lagt til rættis Barbara Samuelsen. Flogskiparin í flogfarinum hjá Germanwings, sum týsdagin datt niður har suðuri í Frakland við 150 fólkum umborð, var farin úr stýrihúsinum, tá vanlukkan hendi. Tá flogskiparin skuldi fara aftur í stýrihúsið, var hurðin læst og hann slapp ikki inn. Flogskiparin bankaði fleiri ferðir á dyrnar, men einki svar kom frá stýrimanninum inni í stýrihúsinum. Flogskiparin royndi eisini at sparka dyrnar upp, men tað eydnaðist ikki. Tað sigur ein kelda sum kannar vanlukkuna við amerikanska blaðið, The New York Times. Vit vita framvegis ikki, hví flogskiparin fór úr stýrihúsinum. Vit vita bara, at hin flogskiparin var einsamallur í stýrihúsinum, og hann, sum fór úr stýrihúsinum, royndi at bróta inn aftur stutt áðrenn flogfarið datt niður, sigur keldan við blaðið. Enn er ógreitt, hví flogskiparin í stýrihúsinum ikki svaraði. Ljóðupptøkurnar geva ongar ábendingar um nakra ósemju millum flogskipararnar, ella hvat tað var, sum hendi í minuttunum undan vanlukkuni. Tí er orsøkin trupul at greina, sigur keldan. Flogfarið hjá Germanwings var á veg úr Barcelona í Spania til D sseldorf í Týsklandi, tá vanlukkan hendi. Tryggingarfelagið Føroyar hevði sjey milliónir krónur í avlopi eftir skatt og Betri Pensjón fýra milliónir. Íløgurnar hjá TF Holding, TF Íløgum og TF Ognum góvu 23 milliónir krónur í vinningi í fjør. Eginpeningurin hjá TF Holding er nú 2,8 milliardir krónur Avlopið hjá TF Holding er gott, serliga tá hugsað verður um kappingina millum bankar og tryggingarfeløg, sum er harðnað nógv farna árið, sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í TF Holding samtakinum. Samtakið væntar, at avlopið í ár verður millum 70 110 milliónir krónur fyri skatt. Fyri skatt var avlopið í fjør 174 milliónir krónur. Meiriluti var kortini ikki í Fíggjarnevndini fyri, at løgtingið eigur at biðja landsstýrið gera eina varskógvaraskipan fyri fólk, sum arbeiða hjá landi ella kommunum. Tað ljóðaði eina ferð, at undirtøka var eisini í samgonguni fyri uppskotinum til samtyktar hjá Kristina Háfoss í Tjóðveldi um varskógvaraskipan. Men nú Fíggjarnevndin hevur skrivað álit eftir at hava havt uppskotið nú í góðar fýra mánaðir mælir meirilutin í nevndini, samgongumenninir, frá at samtykkja uppskotið. Minnilutin, Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin, váttar, at meiriluti var í Fíggjarnevndini fyri uppskotinum. Roynt var at tillaga uppskotið og fáa semju um tað. Men samgongan hevur nú forðað fyri semjuni. Tað gjørdist greitt, eftir at málið var á samgongufundi, sigur minnilutin í Fíggjarnevndini. Meirilutin heldur, at ein varskógvaraskipan er óneyðug. Starvsfólk hava longu sum er bæði rætt og skyldu at boða frá, halda tey okkurt vera, sum ikki ruggar rætt á arbeiðsplássinum, sigur meirilutin í Fíggjarnevndini. Og tey hava nógvar møguleikar. Starvsfólk kunnu skriva til Løgtingsins umboðsmann ella Landsgrannskoðaran, venda sær til fakfelagið, fáa ein journalist at biðja um alment innlit ella tingfólk at seta fyrispurning í løgtinginum. Tjóðveldi sigur, at almenn starvsfólk eiga, uttan at stúra fyri avleiðingum, at kunna boða frá møguligum óreglusemi ella lógarbrotum hjá tað almenna. Rættindini hjá teimum, sum varskógva, eiga at vera tryggjað í lóg. Og tað er hendan lógin, sum Tjóðveldi vil hava landsstýrið at gera í samráði við kommunurnar. Men meirilutin í Fíggjarnevndini vil ikki hava enn eina almenna umsiting. Við heildarætlanini um kynsligan ágang fær føroyska samfelagið tey ítøkiligu amboðini, sum higartil hava manglað, síðani vit fyri fýra árum síðani fingu ta yvirskipaðu heildarætlan, sum skal basa harðskapi í nærsambondum og parløgum. Meðan harðskapsætlanin lýsir harðskap í breiðastu merking so er nýggja ætlanin, sum varð løgd fram um dagarnar, málrættað kynsliga ágangin. Heildarætlanin fevnir um átta ítøkilig átøk, og harumframt nemir hon við spurningin um fyrningarfreist og serligar barnaváttanir. Manningar á fiskiskipum undir føroyskum flaggi skulu vera løntar samsvarandi teimum sáttmálum, sum eru galdandi á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Á fjórða sinni roynir Aksel V. Johannesen at fáa hesa ásetingina inn í lógina um vinnuligan fiskiskap. Formaðurin í Javnaðarflokkinum vil hava ásetingina at vera galdandi fyri øll fiskifør, sum fiska av øllum tí tilfeingi ella fiskirættindum, sum føroyska samfelagið eigur tað veri seg fiskarí innanfyri 200 fjórðingar ella fiskarí eftir kvotum, sum Føroyar hava útvegað sær við avtalum við onnur lond. Í viðmerkingunum til uppskotið vísir Aksel V. Johannesen á, at seinastu árini er bílig, útlendsk manning mynstrað við alsamt fleiri fiskiskipum undir føroyskum flaggi. Hýran er avtalað millum partarnar uttanum sáttmálarnar hjá manningarfeløgunum. Tað hendir, eftir at brúkaraumboðið hevur gjørt Atlantic Airways vart við, at felagið á heimasíðuni bæði hevði upplýst, at kundin hevði rætt til fult endurgjald fyri ferðaseðilin, tá angrirætturin varð brúktur, og at kundin skuldi rinda 150 krónur í avgreiðslugjaldi fyri at gera brúk av angrirættinum. Brúkaraumboðið vísti til marknaðarføringarlógina, sum sigur tað ikki vera loyvt at nýta skeivar upplýsingar ella leggja burtur týðandi upplýsingar í lýsingartilfari. Atlantic Airways hevur boðað Brúkaraumboðnum frá, at felagið rættar upplýsingarnar á heimasíðuni, so eingin ivi er um, at kundar sum angra eitt ferðaseðlakeyp innan 24 tímar, fáa allan kostnaðin afturrindaðan. Við Tinghúsvegin standa Degnshús. Tvær ferðir um vikuna er demenskaf í húsinum. Tað er Heilsu og umsorganartænastan, ið stendur fyri hesi verkætlan. Tá leggja tær báðar Anna Rubeksen og Poula Sørensen lag á soleiðis, at fólk við sjúkuni kunnu laga seg til og megna lívið við einum broyttum gerandisdegi Tað eru seks ár síðari, at eg fekk hugskotið at stovna ein sjálvhjálparbólk fyri kvinnur, sum av ymsum orsøkum hava verið ella eru í einum truplum hjúnarskilnaði. Men í august í 2014 visti eg at tíðin var røtt. Hetta var tí at eg tá fyri fyrstu ferð tosaði við eina aðra konu, sum hevði tørv á at tosa, og eg fekk hjálpt henni. Hesin sjálvhjálparbólkurin er sera týdningarmikil sigur Signy Hermansen, stovnari. Enn hava vit einki fast stað, men hóast tað so hittast vit tá tað er neyðugt. Signy Hermansen, sigur at ein ikki verður vigaður um ein hevur havt nóg truplan hjúnarskilnaða fyri at vera við. Um ein sjálv kennir tað trupult, so er hon vælkomin við. Løgmaður fer í apríl at leggja fram frágreiðing fyri løgtinginum um uttanríkisviðurskifti Føroya, og síðan verður aðalorðaskifti um frágreiðingina. Frágreiðingin var fyri á landsstýrisfundi mánadagin. Seinast landsstýrið legði fram frágreiðing fyri tinginum um uttanríkispolitisku viðurskifti Føroya var í 2010. 1. apríl, mikudagin, letur nýggja kampingplássi á Eiði upp. Leiðarar eru Hertha og Martin Kúrberg. Pláss verður fyri umleið 60 húsvognum og 10 tjøldum. Samstarvið er millum fiskivinnumyndugleikar, tollvald og skattavald í londunum, sum eru við. Londini hava bundið seg til at lata hvørt øðrum upplýsingar um millum annað pengaflytingar. Noreg tók stigið til at fáa í lag samstarvið og fekk við sær Bretland, Týskland, Niðurlond, Írland, Danmark og Ísland, kunnger norska reiðarafelagið. Norski fiskimálaráðharrin, Elisabeth Aspaker, sigur, at endamálið er at taka tey, sum standa fyri ólógliga fiskiskapinum og fiskasøluni, og ikki bara skipini. Ætlanin er at lesa til djóralækna, og tí er hetta ein gyltur møguleiki at læra eitt sindur um djór, sigur Birita Bech úr Trongisvági, sum í átta vikur hevur verið í starvsvenjing í einum djórareservati uttan fyri afrikanska býin Durban Fíggjarnevndin fær einki fíggjarnevndarskjal frá Heilsumálaráðnum um pengar at rinda tað, sum Eystari landsrættur álegði ráðnum at gjalda fyri viðgerð í Danmark. Fíggjarnevndarskjalið, 10,3 milliónir krónur, strandaði í einum øðrum aðalráði, í Fíggjarmálaráðnum, sum skal góðkenna øll fíggjarnevndarskjøl, áðrenn tey fara víðari í Fíggjarnevndina. Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, sigur, at Fíggjarmálaráðið noktaði at senda Fíggjarnevndini umbønina um tær 10,3 milliónirnar. Pengarnir skulu takast av kontuni serviðgerðir uttanlands. Karsten Hansen sigur, at tað noyðist hann so at gera, hóast hann veit, at tá verður ov lítið eftir á teirri kontuni í ár. Heilsumálaráðið hevur freist til seinnapartin í næstu viku at rinda Region Hovedstaden pengarnar. Í dag ella í morgin fara tey í Heilsumálaráðnum at viðgera spurningin, um tey skulu søkja um at sleppa í Hægstarætt við málinum. Bæði Føroya rættur og Eystari landsrættur dømdu landsstýrið at gjalda Region Hovedstaden fyri varðhaldsviðgerð á Sct. Hans sjúkrahúsinum. Eitt nevningating í Føroya rætti dømdi ein filipinskan sjómann í varðhaldsviðgerð fyri at stinga skiparan á frálandsskipinum Tórsvík við knívi. Sendingin hesa ferð snýr seg um pylsur fiskapylsur. Eitt einmansvirki í Leirvík undir navninum PrimaFisk hevur síðani 2005 framleitt fiskapylsur úr gulllaksafarsi. Pylsan kann bæði nýtast til ein skjótan døgurða ella viðskera, eitt nú til matpakkar, og so er hon heilsugóð og inniheldur ikki tilsetingarevni. Útbreiðslan av pylsuni hevur vundið nógv upp á seg í Føroyum seinastu árini, og seinastu tvey árini er ársframleiðslan tvífaldað til 55 tons. Gátan um Germanwings 4U9525 flogfarið, ið datt niður har suðuri í fronsku alpunum týsdagin, kann longu vera loyst, siga fronsku myndugleikarnir nú. Stýrimaðurin fleyg øll tey 150 fólkini umborð á flogfarinum í deyðan við beráddum huga, siga fronsku myndugleikarnir sambært útlendskum miðlum á staðnum. Hildið verður ikki, at talan er um eina yvirgangsatsókn, hóast uppáhaldið hjá fronsku myndugleikunum, er fyribils niðurstøðan av kanningunum hjá myndugleikunum. Fronsku myndugleikarnir eru komnir til fyribils niðurstøðuna eftir at hava lurtað eftir ljóðupptøkum frá tí eina svarta kassanum. Hin svarti kassin er ikki funnin enn. Avbjóðingin hjá BankNordik er bæði at vera ein góður banki fyri viðskiftafólkini, og samstundis verða ein áhugaverd íløga hjá eigarunum. Eftir aðalfundin í BankNordik í gjárkvøldi skipaði nevndin seg við Stine Bosse sum forkvinnu og Rúna Vang Poulsen sum næstformanni. Eisini eru Jógvan Jespersen og Súsanna Poulsen nývald í nevndina. Kenneth M. Samuelsen og Tórhallur Olsen eru starvsfólkavald umboð í nevndini. Hinir sum spæla við á Balladeering eru legendariskir amerikanskir jazz tónleikarar, so sum Bil Frisel, guitar, 87 ára gamli Lee Konitz, alt saxofon, Paul Motian sáli, trummur, og Ben Street kontra bass. Teir, sum skulu spæla saman við Jabob Bro í Norðurlandahúsinum í Føroyum 10. mai eru Bill Frisell, guitar, Lee Konitz, alto saxofon, og Thomas Morgan, kontrabass, sum eisini spælir á hinum báðum plátunum, Time og December Song. Býráðsmeirlutin í Fuglafjarðar býráð er umskipaður, eftir at Sonni á Horni, borgarstjóri, herfyri misti meirlutan í býráðnum, tí listi A og Magnus S. Midjord á lista D, sum er listin hjá borgarstjóranum, herfyri tóku seg úr samgonguni. Í brævi til fyrisitingina 19. mars, hava listi A og B, saman við Magnusi S. Midjord, ið er valdur á lista D, boðað frá, at teir hava skipað meirluta, og tí ynsktu teir, at nevndirnar vórðu valdar av nýggjum. Nýggi meirlutin í Fugljafjarðar býráð hevur formanssessirnar og næstformennirnar í nærum øllum býráðsnevndum eftir, at nevndirnar vórðu umskipaðar mikukvøldið. Nýggjur formaður í teknisku nevnd er Dánjal Vang, á lista A, sum er vorðin formaður eftir Petur Abrahamsen ,á lista D. Listi A fór úr samgonguni herfyri. Nýggjur næstformaður er Jann Toftegaard, listi A, sum hevur tikið sætið í býráðunum fyri Birgir Petersen, sum hevur biðið um farloyvi úr býráðnum í óásetta tíð, tí hann er til skips. Magnus S. Midjord, á lista D, heldur fram sum formaður í Vinnunevndini. Magnus S.Midjord fór úr gomlu samgonguni, og er partur av nýggja meirlutanum, Sigurð S. Simonsen, á lista B, heldur fram sum næstformaður. Sigurð S. Simonsen, er nýggjur formaður í Sosialu nevnd, og Sigga Óladóttir Joensen, sum er í gomlu samgonguni á lista D, er farin frá. Dánjal Vang, á lista A, heldur fram sum næstformaður. Nýggjur formaður í Mentamálanevndini er Eyðun á Lakjuni, á lista B, og næstformaður er Jann Toftegaard. Frammanundan var Árant Berjastein, á lista D, formaður. Sonni á Horni, borgarstjóri, sum er valdur fyri lista D, heldur fram sum formaður í fíggjarnevndini, tí borgarstjórin er fastur limur og formaður í fíggjarnevndini. Sonni á Horni heldur fram sum borgarstjóri, tí borgarstjórin er valdur fyri fýra ár. Magnus S. Midjord heldur fram sum varaborgarstjóri, tí varaborgarstjórin er eisini valdur fyri fýra ár. Eisini vitjar Gutti smoltstøð og lærir eina rúgvu um laksafóður og laksaaling. Heima aftur í Kunoyarbygd fer Gutti at mala korn í gomlu áarmylnuni og henta grønt millum húsini. At enda gongur leiðin niðan í ævintýrkendu og vøkru viðarlundina, har ein forkunnugur gestur er sprottin úr moldini millum trøðini, ið kemur sera væl við í matgerðini við stóra steinin. Væl gagnist Í dag kom fulla Line up til festivalin út. 85 nøvn eru løgd afturat, og har ímillum eru stór nøvn sum Nicki Minaj, Kendrick Lamar og Ryan Adams. Tað sigur Kári í Haraldsstovu Petersen, sjefpilotur í flogfelagnum, nú tað er greitt, at stýrimaðurin í týska Airbus flogfarinum var einsamallur í stýrhúsinum og við vilja rendi flogfarið hjá Germanwings í eitt berg í fronsku alpunum. Nógv havnarfólk sóknast eftir øðrum møguleikum til havnarútbyggingina enn hana uttan fyri Skansan. Og tey mæla til, at býráðið hugsar seg væl um. Eftir fólksligt, fakligt og politiskt trýst bakkaði Felagið Føroyskir Peningastovnar og avgjørdi at seta NemID skipanina úr gildi. Tað sigur Mike Day úr Skotlandi, sum í fýra ár hevur arbeitt við at gera ein stórslignan dokumentarfilm um Føroyar og føroysku veiðimentanina. Fólk, sum hava hug at stuðla Mike Day í at gera filmin um Føroyar lidnan, kunnu fara inn á heimasíðu hansara. Har er eitt leinki til hansara Kickstarter innsavning. Síðani vit vunnu ímóti Grikkaland, havi eg sæð fram til hendan dystin, og eg gleði meg. Kunnu vit koma upp á sama støði, sum ímóti grikkum, so er væl møguligt, at vit fáa eitt gott úrslit aftur hesaferð, sigur Lars Olsen við Fótbóltssamband Føroya. Síðani mánadagin hevur føroyska A landsliðið fyrireikað seg í Farum í Norðursælandi til týdningarmikla EM undankappingardystin ímóti Rumenia. Lars Olsen heldur, at Rumenia er besta liðið í bólkinum Rumenar hava í løtuni eitt rættuliga gott landslið, og beint nú eru teir uttan iva besta liðið í okkara bólki. Eg rokni eisini við, at teir fara at leggja stórt trýst á føroyska málið frá fyrsta bríksli. Í spælistíli líkjast teir eitt sindur grikkum. Tí skulu vit vera væl fyrireikaðir til hesa stóru uppgávu, og tað haldi eg eisini, at vit eru, sigur Lars Olsen við Fótbóltssamband Føroya. Fleiri flogfeløg kring heimin broyta nú mannagongd, so tað altíð skulu vera í minsta lagi tveir persónar til staðar í stýrihúsinum samstundis. Flogskipari ella stýrimaður má ongantíð vera einsamallur. Tað hendir, eftir at tað í gjár kom fram, at 27 ára gamli stýrimaðurin, Andreas Lublitz, tilvitað rendi í bergið, har flogfarið hjá Germanwings datt niður har suðuri í Fraklandi og 150 ferðafólk lótu lív. Andreas Lubitz var einsamallur í stýrihúsinum og hevði læst hurðina, tá hann tók ræðið á flogfarinum. Skal annar flogskiparin úr stýrihúsinum eina løtu, verður tað frameftir eitt krav, at annað starvsfólk á flogfarinum, skal vera til staðar ta løtuna. Týska flogfelagið Lufthansa, sum eigur Germanwings, er millum fyrstu flogfeløgini, sum hevur sett nýggju reglurnar í gildi. Onnur flogfeløg, sum hava gjørt tað sama, eru eitt nú Air Berlin, kanadiska Air Transat, lágprísfelagið easyJet, norska Norwegian og íslendska Icelandair. Roknað verður við, at flestu flogfeløg í heiminum fara at skerpa eftirlitið og herða krøvini eftir vanlukkuna týsdagin. Føroyska flogfelagið, Atlantic Airways, hevur longu greiðar mannagongdir og leiðreglur á økinum. Har skulu altíð vera í minsta lagi tveir persónar í stýrihúsinum. Tað er ikki bara í BankNordik, at nýggj fólk koma í nevndina. Á aðalfundinum hjá Atlantic Petroleum tann 24. apríl verður skotið upp at velja tríggjar nýggjar nevndarlimir. Teir eru Teitur Samuelsen, Jan metur ller og norðmaðurin Knud Hans Nørve. Úr nevndini fara Birgir Durhuus, sum er formaður nú, og báðar kvinnurnar í nevndini, Barbara Yvonne Holm og Diana Leo. David MacFarlane og Jan Edin Evensen skulu afturveljast. Á aðalfundinum verður skotið upp, at nevndarlimirnir í Atlantic Petroleum fáa 200.000 krónur í 2015, men formaðurin fær tó 400.000 krónur og næstformaðurin fær 300.000 krónur. Vit hava fingið sera góðar afturboðanir frá øllum. Okkara fyrireikingar loystu seg, tí alt gekk eftir ætlan tann dagin, sigur Tórstein Christiansen, ið samskipaði sólarmyrkingina í ferðavinnuhøpi hjá VisitTórshavn. Sjálvt tey fólkini, ið ikki høvdu beinleiðis útsýnið til sólina fríggjadagin 20. mars, vóru væl nøgd við dagin, sigur Tórstein Christiansen sambært heimasíðuni. Ikki síðan Seinna Heimsbarbaga hava so nógvir útlendingar verið í Føroyum samstundis, skrivar heimasíðan. Eisini á flogvøllinum høvdu tey úr at gera, tá 40 flogfør lendu í Vága floghavn. Politistøðin í Havn hevur uppboðssølu í morgin og har verða 6 gamlir politibilar og ymiskir funnir lutir, sum ikki eru avheintaðir, til sølu. Jákup Alberg Berg greiddi frá uppboðssøluni í morgun Men tað er kortini ikki endaliga niðurstøðan, tí málið er ikki liðugt. Og tað er ikki bara sum at siga tað at enda málið, tí einki fordømi er í Føroyum og kanska heldur ikki í Danmark, sigur Martin Gravesen, varafúti. Brunaeftirlitið meldaði tann 19. november í fjør Vága Floghavn fyri at bróta reglurnar um eldhættisligt virksemi á flogvøllinum. Politiið hevur kannað málið og fyribils er líkt til, at reglurnar eru brotnar. Í sambandi við møguliga revsing er støðan trupul. Tí einki fordømi er í Føroyum og enn hevur ikki borið til at finna nakað, sum líkist, í Danmark. Men bæði fútaembætið og Vørn, sum hevur Brunaeftirlitið, hava spurt í Danmark og bíða nú eftir svari haðani. Brunaeftirlitið gav Vága floghavn forboð fyri at brúka nýggju bunkringarstøðini hjá flogførunum, tí Brunaeftirlitið hevði ikki góðkent tey. Tá Brunaeftirlitið helt seg við vissu vita, at flogførini kortini bunkraðu har og tí brutu forboðið, meldaði politiið Vága Floghavn. Vága Floghavn hevur síðani boðað Brunaeftirlitinum frá, at bunkringarstøðini verða ikki brúkt longur, og at tað var eitt mistak, at tey vórðu brúkt. Hagstovan kunngjørdi í gjár tølini fyri avreiðingar í januar og februar samanborin við somu mánaðir í fjør. Taka vit botnfiskin eru tonsini 13 prosent færri í ár. Men tað sama fekst fyri fiskin sum í fjør. Toskurin ger munin, tí góði fiskiskapurin á Flemish Cap gjørdi, at triðingin meira toskur varð avreiddur í ár, og fyri toskin fingust 50 prosent fleiri krónur enn í fjør. Samanumtikið, tá flatfiskur og annað eru við, fóru 18 prosent færri tons um avreiðingarskipanina í januar og februar enn í fjør, og virðið á teimum var trý prosent og tríggjar milliónir krónur minni í ár. Tá Massoud Fouroozandeh var komin til Danmarkar, tók hann við kristnari trúgv, hann fór at lesa guðfrøði og arbeiðir í dag sum valmeinigheitsprestur í Church of Love. Millum annað greiddi Árni Olsen, marknaðarleiðari hjá Bakkafrost, frá um góðu gongdina hjá Bakkafrosti. Jógvan við Keldu, fyrrverandi borgarstjóri og løgtingsmaður handaði ársins innovatión til xxxxxxx, og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, handaði honum henni granan sum ársins íverkseti. Johan Dahl, landsstýrismaður, sum hevur gjørt uppskotið um kunngerðina, er samdur við stýrið í ALS um, at fiskavirkisskipanin eigur at verða broytt, men hann hevur ikki tikið støðu til, um hon bara skal vera fyri tey, sum arbeiða botnfisk. Tá partarnir á arbeiðsmarknaðinum og onnur, sum verða hoyrd, hava svarað Vinnumálaráðnum, ætlar Johan Dahl at hava fund við arbeiðsgevarar, fakfeløg og ALS stýrið um málið. Hoyringarfreistin er til 10. apríl. Johan Dahl hevur eisini gjørt uppskot um broytingar í tveimum øðrum kunngerðum, og ein kunngerð skal setast í gildi av nýggjum. Allar fýra kunngerðirnar skulu hjálpa ALS at spara pengar. Ein kunngerð er um starvsvenjing fyri arbeiðsleys, ein er um arbeiðsloysisstrygging fyri sjálvstøðug vinnurekandi, og ein er um sjálvbodna arbeiðsloysistrygging fyri løntakarar. Hesar kunngerðir skulu spara ALS okkurt um 16 milliónir krónur Nógv tann størsta sparingin er í fiskavirkisskipanini, okkurt um 14 milliónir krónur Kortini kann tað henda, at ein partur av útreiðsluni hjá ALS bara verður fluttur millum pengakassarnar hjá stovninum, tí fólk, sum nú fáa úr fiskavirkisskipanini, fara í staðin fyri at fáa vanligan arbeiðsloysisstuðul eftir broytingina. Starvsvenjingin hjá arbeiðsleysum verður stytt úr fimm niður í tveir mánaðir. Og endurgjaldið frá ALS til arbeiðsgevarar, sum hava arbeiðsleys í starvsvenjing, minkar úr 80 prosentum niður í 50 prosent av lønini, sum arbeiðsgevarin rindar. Arbeiðsgevarin skal tí rinda helvtina av lønini og ikki bara ein fimting sum nú. Men eru útlit fyri, at tann, sum er í starvsvenjing, kann fáa fast starv, kann starvsvenjingartíðin framvegis vera fimm mánaðir, stendur eisini í broytingini. Í sendingini greiðir Jan millum annað frá samanspælinum og skilnaðinum í dagliga yrkinum sum lækni, og so at vera sangskrivari og tónleikaframleiðari í frítíðini. Seks milliónir fólk í Sierra Leone hava fingið boð um at halda seg innandura í tríggjar dagar. Boðini koma frá myndugleikunum í landinum, ið vilja basa ebola sjúkuni. Útigongubannið í Sierra Leone byrjaði klokkan seks í morgun. Tó kunnu fólk í landinum, ið skulu til átrúnaðarlig tiltøk, fara út um dyrnar, meðan bannið stendur við. Handlar, matstovur, sølutorg og barrir í Sierra Leone eru eisini stongd í landinum. Útigongubannið í landinum stendur við til sunnukvøldið. Tilsamans eru 16.000 fólk í Sierra Leone higartil fongd við ebola sjúkuni. Einki annað land í heiminum hevur verið so meint rakt av ebola sum landið í Vesturafrika. Ein góðshavn eigur at liggja á Skálafjørðinum, heldur enn í Havn. Men verður havnaútbyggingin frammanfyri Skansan framd, eigur ein útjavning at gerast, so allar kommunur fáa part av inntøkunum frá flutninginum. Støðan millum Danmark og Rusland hevur verið meira spent enn vanligt eftir at russiski sendiharrin hótti við kjarnorkuálopum á donsk mál, um Danmark stendur við sínar ætlanir at gerast partur av verjuskipanini hjá NATO. Men hvørki hetta, ella russiska boykotti móti ES eigur at ávirka føroyska samhandilin við Russland, heldur Bjørn Kunoy, sendimaður í Moskva. Kaj Joensen hitti hann á Norðuratlandsbryggjuni í gjár í sambandi við kjakfund um samstarvið hjá føroyingum við Russland, sum Meginfelag føroyskra studenta skipaði fyri. Rumenia er ein gamal kenningur hjá føroyska landsliðnum. Her er eitt sindur um, hvussu vit hava klárað okkum móti rumenum í undanfarnu dystunum. FØROYAR 1. Jens Martin Knudsen 2. Jóannes Jacobsen liðs. 3. Tummas Eli Hansen 4. Mikkjal Danielsen 5. Alvi Justinussen 6. Allan Mørkøre 7. Magni Jarnskor 8. Jan Dam 9. Ábraham Løkin fyrr Hansen 10. Kári Reynheim 11. Jan Allan M ller ÓBRÚKTIR LEIKARAR 16. Kaj Leo Johannesen 13. Oluf Mortensen 15. Kurt Mørkøre FØROYAR 1. Jens Martin Knudsen 2. Jóannes Jacobsen liðs. 3. Óli Johannesen 4. Kurt Mørkøre 5. Alvi Justinussen 6. Allan Mørkøre 7. Magni Jarnskor 8. Jan Dam 9. Ábraham Hansen 10. Kári Reynheim 11. Øssur Hansen ÓBRÚKTIR LEIKARAR 16. Kaj Leo Johannesen 14. Eyðfinn Olsen 15. Torbjørn Jensen FØROYAR 1. Jákup Mikkelsen 2. Pætur Dam Jacobsen 3. Jóhan Troest Davidsen 4. Atli Danielsen 5. Jón Rói Jacobsen 8. Mikkjal Thomassen 9. Jákup á Borg 10. Christian Høgni Jacobsen 11. Símun Samuelsen 12. Andrew av Fløtum 15. Egil á Bø ÓBRÚKTIR LEIKARAR 16. Rene Tórgarð 6. Høgni Madsen 7. Bárður Olsen 18. Leif Niclassen ÚTSKIFTINGAR 76.minuttir17. Andreas Lava Olsen 12. Andrew av Fløtum 80.minuttir14. Bogi Løkin 2. Pætur Dam Jacobsen 90.minuttir13. Bartal Eliasen 9. Jákup á Borg FØROYAR 1. Jákup Mikkelsen liðs. 2. Jónas Tór Næs 3. Ati Danielsen 4. Atli Gregersen 5. Egil á Bø 6. Rógvi Jacobsen 7. Fróði Benjaminsen 8. Símun Samuelsen 9. Jákup á Borg 10. Súni Olsen 11. Christian Lamhauge Holst ÓBRÚKTIR LEIKARAR 16. Meinhard Joensen 13. Bartal Eliasen 15. Jann Ingi Petersen 17. Jóhan Troest Davidsen ÚTSKIFTINGAR 70.minuttir12. Bogi Løkin 11. Christian Lamhauge Holst 73.minuttir18. Arnbjørn Hansen 6. Rógvi Jacobsen 81.minuttir14. Christian Høgni Jacobsen 7. Fróði Benjaminsen Eg veit hann fer at vinna, sigur mostir Jógvan, Marjun Erlingsdóttir. Hon heldur at besta framførslan hjá Jógvani fer at vera í kvøld. Besti vinmaðurin hjá Jógvani heldur at um tað ikki eydnast Jógvani at vinna, so kann hann fara haðani við upplyftari pannu. Jógvan hevur longu víst hvør dugur er í honum, og hann hevur víst at hann er ein maður. Hóast hann hevur verið fyri atfinningum og órættvísi, so hevur hetta ikki fingið Jógvan í tað reyða feltið. Hoyr samrøðuna við Marjuna Erlingsdóttir, mostir Jógvan, Jaspur Jan Olsen, vinmaður hansara og Mirjam Hansen, systkinabarn Jógvan. Her er Jógvan sum smádrongur, Marjun Erlingsdóttir eigur myndina. Tað er púra óneyðugt at órógva Fíggjarnevndina nú, tí Heilsumálaráðið hevur longu pengarnar, sum skulu flytast til Danmarkar í næstu viku, sigur Fíggjarmálaráðið. Talan var um serviðgerð uttanlands, tí fara pengarnir av kontuni serviðgerðir uttanlands. Endurgjald, sum er ein staðfest útreiðsla áløgd við dómi, er at líkna við lógarbundna játtan, har skylda er at gjalda krav móti landskassanum, sama um játtan er tøk. Hóast endaligi dómurin er sagdur nú í mars 2015, er kravið móti lansdskassanum nógv eldri. Tí ber til at skráseta pengarnar, 10,3 milliónir krónur, í roknskaparárinum 2014, sum enn er opið. Tá verður nýtslan staðfest í roknskapinum fyri 2014 uttan nakra játtanarliga viðgerð. Men verða pengarnir skrásettir í 2015, kann, um neyðugt, verða biðið um eykajáttan seinni til serviðgerðir uttanlands hjá Landssjúkrahúsinum. Tað sigur Fíggjarmálaráðið í svarinum til Heilsumálaráðið um fíggjarnevndarskjalið, sum Fíggjarmálaráðið ikki sendi Fíggjarnevndini. Heilsumálaráðið hevur skyldu til alt fyri eitt at gjalda sambært álagda dóminum. Fíggjarmálaráðið brúkti somu grundgevingar nú sum fyri einum góðum ári síðani, tá CIP skuldi hava eina millión krónur úr landskassanum, tí CIP ikki slapp at gera Eysturoyartunnilin. Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur pengarnar, og tí er ikki neyðugt at fara í Fíggjarnevndina við fíggjarnevndarskjali um tær 10,3 milliónir krónur, sum Heilsumálaráðið um minni enn eina viku skal rinda Region Hovedstaden. Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum. Hann sigur, at pengar eru á kontuni serviðgerðir uttanlands. Tí er óneyðugt at biðja um fleiri pengar beint nú. Men eftir páskir kemur uppskot um eykajáttan frá landsstýrinum, og tá ber til at biðja um pengar til serviðgerðir uttanlands. Fíggjarnevndin fær einki fíggjarnevndarskjal frá Heilsumálaráðnum um pengar at rinda tað, sum Eystari landsrættur álegði ráðnum at gjalda fyri viðgerð í Danmark. Tí fíggjarnevndarskjalið, 10,3 milliónir krónur, strandaði í Fíggjarmálaráðnum, sum skal góðkenna øll fíggjarnevndarskjøl, áðrenn tey fara víðari í Fíggjarnevndina. Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, segði í gjár, at Fíggjarmálaráðið noktaði at senda Fíggjarnevndini umbønina um tær 10,3 milliónirnar. Karsten Hansen sigur, at pengarnir verða tiknir av kontuni serviðgerðir uttanlands. Men so verður ov lítið eftir á teirri kontuni seinni í ár. Bæði Føroya rættur og Eystari landsrættur dømdu landsstýrið at gjalda Region Hovedstaden fyri varðhaldsviðgerð á Sct. Hans sjúkrahúsinum. Eitt nevningating í Føroya rætti dømdi ein filipinskan sjómann í varðhaldsviðgerð fyri at stinga skiparan á frálandsskipinum Tórsvík við knívi. Kringvarpið kærdi í fjør eina sending á Rás 2. Tíðindaleiðarin í Kringvarpinum helt, sendingin er í stríð við journalistiskar meginreglur, so sum sakligheit, óheftni og konstruktiva viðgerð av samfelagsmálum. Fjølmiðlanevndin heldur ikki, grundarlag er fyri at finnast at júst hesum viðurskiftum, Kringvarpið kærdi um. Í niðurstøðuni tekur Fjølmiðlanevndin ikki greiða støðu til journalistiska handverkið í sendingini. Málburðurin í sendingini hjá Óla Breckmann, ið varð send á Rás 2 14. juni 2014, var ikki í lagi, staðfestir Fjølmiðlanevndin í niðurstøðuni til kæruna hjá Kringvarpinum. Hetta er ein stórur heiður, og eg eri errin og glaður fyri álitið, sum Lars Olsen hevur givið mær, sigur Atli Gregersen við Fótbóltssamband Føroya. Arbeiðið at útvega fígging til Eysturoyar og Sandoyar tunlarnar er byrjað, og stjórin í felagnum hevur góðar vónir um, at tað fer at eydnast. Tá seismiskar kanningar og royndarboringar eru lidnar í summar, og jarðfrøðilig niðurstøða gjørd, er klárt at gera útbjóðingartilfarið, sigur Teitur Samuelsen, stjóri í tunnilsfelagnum. Samskiftið millum búfólk og starvsfólk í Sambýlinum á Mýrivegi í Klaksvík plagdi at vera við myndum á pappíri men í dag brúka tey teldur, teldlar og snildfonir. Jancy Biskopstø Klein, eindarleiðari á Trivnaðardeplinum, sigur, at ætlanin eisini er at royna nýggju skipanina á hinum stovnunum í økinum fyri fólk við autismu. Í hesum døgum er LeikREAD í Sjónleikarhúsinum í Havn. Har vísa tey fram nýggj, samtíðar norðurlendsk leikrit, sum eru umsett til føroyskt. Vit tosa við Lávus Kárason Djurhuus, sum herfyri er blivin stjóri og eigari í Tatanka, og Monu Brechmann, sum hevur sína egnu fyritøku í staðin fyri at fara undir vongin hjá onkrum øðrum. So tosa vit við Boga av Vollanum, sum er partur av Chewly, sum vunnu føroyska umfarið av European Buisness Games. At enda spyrja vit Rana Nolsøe, stjóra í Íverksetarahúsinum, um hvat skal til fyri at gera eina fyritøku. Eftir ætlan skal avlop á 56 milliónir krónu fáast til vega við einum samlaðum inntøkuvøkstri uppá 4,9 í 2016. Vinnan skal fíggja tann vøksturin. Eykarokning skal ikki sendast út til føroyska húsarhaldið , og vælferðin í føroyska samfelagnum skal varðveitast. Soleiðis segði Jørgen Niclasen landstýrismaður í fíggjarmálum á tíðindafundinum í samband við at fíggjarkarmarnir vórðu lagdir fram í morgun. Sambært fíggjarmálaráðnum eru tað 1000 fleiri fólk í starvi í Føroyum í tíðarskeiðnum 2011 2014. Arbeiðsloysi er lækkað úr 7 til 3,2 , og nettofráflyting er broytt til eina nettotilflyting við einum samlaðum fólkatalsvøkstri uppá 440 fólk. Inntøkurnar í landskassan eru í tíðarskeiðnum 2011 2014 vaksnar við 481 milliónum krónum, ímeðan útreiðslurnar einans eru øktar við 181,3 milliónum krónum, tískil skuldi ætlandi yvirskotið í í 2016 verða gjørligt við verandi búskapargongd, sigur Jørgen Niclasen. Kristina Háfoss, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, fegnast um framgongdina í uppsjóvar og alivinnuni, um lágu rentuna og lágar oljuprísir. Hetta er gott grundarlag fyri at venda gongdini á fíggjarlógini, sigur hon. Men hon helt lítið um framløguna av fíggjarkørmunum. Um hugt verður eftir hvat er hent í valskeiðnum, so er veruleikin tann, at mann hevur koyrt við søguliga stórum hallum. Samalagt í valskeiðnum hevur mann nokk økt skuldina upp ímóti einari milliard, sigur Kristina Háfoss Sminkað tøl hjá samgonguni Við fyrstu skjótu gjøgnumgongd av fíggjarkørmunum heldur Kristina Háfoss, at tølini síggja sminkaði út. Millum annað verður roknað við inntøkum uppá 100 milliónir krónur, men tað verður ikki útgreinað, hvar pengarnir skulu koma frá. Millum annað fer forskattaða pensjónin at geva 300 milliónir krónur næsta ár, og samgongan hevur einki ítøkiligt uppskot um, hvussu tær 95 milliónirnar skulu takast frá vinnuni. Hetta er í veruleikanum bara at rulla bóltin undan sær, sigur Kristina Háfoss, sum annars fegnast um framgongdina í buskapinum og samfelagnum Hann vísti á, at tá samgongan tók við, var stórt hall á fíggjarlógini, og samgongan setti sær fyri, at hallið skuldi vera burtur í seinasta lagi í 2016. Landsstýrið kanar eisini, hvussu tænastur kunnu útveitast, og arbeitt verður við at talgilda samfelagið, sum skal hava stórar sparingar við sær. Í Singapore hava fólk í túsundatali fylgt fyrrverandi forsætisráðharranum, 91 ára gamla Lee Kuan Yew til gravar í dag. Leiðarar úr øðrum londum vóru eisini hjástaddir teirra millum fyrrverandi amerikanski forsetin Bill Clinton. Lee Kuan Yew var forsætisráðharri í Singapore í 31 ár, verður roknaður sum landsfaðir og framdi eina sanna búskaparkollvelting. Árini frá 1960 til 1980 fimtanfaldaðist bruttotjóðarúrtøkan, og býarstaturin gjørdist eitt framkomið vælferðar samfelag. Í samrøðu við New York Times í 2010 segði fyrrverandi forsætisráðharrin Eg sigi ikki, at alt var rætt, sum eg gjørdi, men tað eg gjørdi, var í góðari meining . Hóast hann fór úr embætinum í 1990 hevði Lee Kuan Yew alla tíðina ávirkan á politisku kósina í Singapore, har sonur hansara, Lee Hsein Loong, nú er forsætisráðharri. Seinnapartin spælir A landsliðið í fótbólti á útivølli móti Rumenia og verður leiktur á Ilie Oana Stadion í býnum Ploiesti klokkan fimm í dag. Lars Olsen, landsliðsvenjari, væntar sær ein sera torføra dyst serliga tí at tað verður eitt skert landslið, sum fer á vøllin í dag. Tríggir av berandi leikarunum seinastu árini eru IKKI við. Talan er um miðvallararnar Fróða Benjaminsen, ið eisini er liðskipari, og Hallur Hansson, og so verjuleikaran Jónas Tór Næs. Landsliðsvenjarin viðgongur, at hetta hevur givið honum nakað at hugsa um. Men dysturin móti Rumenia er fyrsti dysturin hjá landsliðnum síðan sigurin á Grikkalandi, og tað kann landsliðsvenjarin brúka til at seta liðið upp. Enn er ikki greitt, hvørjir leikarar byrja inni móti Rumenia. Men á tíðindan fundinum í gjár noyddist føroyski landsliðsvenjarin at geva rumensku tíðindafólkunum av grovfílini. Sambært tíðindaportalinum in.fo, gjørdu rumensku tíðindafólkini gjøldur burtur úr tí sannroynd, at føroysku spælarunum hava vanlig arbeiði viðsíðuna av fótbóltinum. Spælararnir í Føroyum liva eitt hart lív í Atlantshavinum, har teir bæði arbeiða og spæla fótbólt, hartaði Lars Olsen, landsliðsvenjari, rumensku tíðindafólkini. Londini, ið hava lánt Grikkalandi pengar, hava fingið eitt uppskot frá griksku stjórnini, har sagt verður, hvørji tiltøk hon er til reiðar at góðtaka, so Grikkaland kann fáa fleiri kreppulán. Grikski forsætisráðharrin Alexis Tsipras legði uppskotið fram fríggjakvøldið, har stjórnin sigur seg vera til reiðar at útvega statskassanum meirinntøkur fyri góðar 22 milliardir krónur. Eftir ætlanini skal meira gerast fyri at steðga skattaundandrátti, fleiri einskiljingar skulu fremjast og hægri avgjøld skulu setast á rúsdrekka og sigarettir. Vandi er fyri, at Grikkaland kemur í peninganeyð í apríl mánað, um landið ikki fær fleiri kreppulán. Hinvegin hava gevaralondini aftra seg við at lata størri lán, tí grikska stjórnin hevur kravt at fáa betri treytir enn tær, ið landið higartil hevur fingið. Nýggja stjórnin hjá Alexis Tsipras vann tjóðartingsvalið við at lova fólki linari lánstreytir frá kredittveitara londunum fyri á tann hátt at bøta um lívskorini, sum hava verið trong hjá teimum flestu síðani Evrulondini máttu koma Grikkalandi til hjálpar, um tað ikki skuldi fara á húsagang og missa evruna sum gjaldoyra. Tað kann tykjast rangvørt, at tað nú er tann, ið veitir lánið, ið skal ganga undir treytir hjá tí, ið tekur lánið, og lánsveitararnir hava verið trekir ikki minst stóri kredittveitarin Týskland. Men tað er umdømið hjá evruni, ið stendur upp á spæl, og tí kann Grikkaland heldur ikki trýstast út um pínumarkið. Onkur vil hava hana, onkur annar vil hava hana, har piparið grør nýggju góðshavnina, ið ætlanin er at gera útifyri Skansan í Havn, ið hevur verið nógv umrøtt í seinastuni. Tí verða undirskriftir í løtuni savnaðar á Facebook, har heitt verður á fólk ið ikki taka undir við at Tórshavnar kommuna ger Skansabryggjuna at skriva undir. Vit biðja hervið Tórshavnar Býráð bíða við útbyggingini av kaiøkinum undir Skansanum. Skriva navn og adressu her So telja vit og senda til Tórshavnar Býrað mikudagin 1. apríl 2015. Higartil hava hundraðtals fólk nýtt høvið, har tey heita á kommununa um ikki at fara undir arbeiðið. Undirskriftirnar verða handaðar Tórshavnar kommunu mikudagin 1. apríl. Tíggju býráðslimir atkvøddu síðst í januar fyri at játta seks milliónir til projektering og forkanningar. Tey samtyktu eisini uppskotið um byggiskrá. Tjóðveldisfólkini í býráðnum atkvøddu ímóti. Samgongan feldi uppskotið til samtyktar hjá Tjóðveldi um, at løgtingið eigur at biðja landsstýrið gera eina varskógvaraskipan fyri fólk, sum arbeiða hjá landi ella kommunum. Samgongan heldur, at ein slík varskógvaraskipan er óneyðug. Starvsfólk hava longu sum er bæði rætt og skyldu at boða frá, halda tey okkurt vera, sum ikki ruggar rætt á arbeiðsplássinum, sigur samgongan. Og starvsfólk hava nógvar møguleikar. Tey kunnu skriva til Løgtingsins umboðsmann ella Landsgrannskoðaran, venda sær til fakfelagið, fáa ein journalist at biðja um alment innlit ella tingfólk at seta fyrispurning í løgtinginum. Tjóðveldi sigur, at almenn starvsfólk eiga, uttan at stúra fyri avleiðingum, at kunna boða frá møguligum óreglusemi ella lógarbrotum hjá tað almenna. Rættindini hjá teimum, sum varskógva, eiga at vera tryggjað í lóg. Kristina Háfoss, løgtingskvinna, sum legði uppskotið fram, vísir á, at fyri stuttum kom landsstýrið við uppskoti um at áleggja bankunum við lóg at hava varskógvaraskipan, eina skipan, sum ger, at bankastarvsfólk dulnevnd kunnu boða frá um óreglusemi í bankanum. Men hendan møguleikan vil samgongan ikki geva almennum starvsfólkum. Er hetta enn eitt dømi um, at peningur fær størri trygd og rættindi enn menniskju, spyr Kristina Háfoss. Í sendingini verður millum annað spurt, um Jesus var ein veruligur persónur Um Judas sveik Jesus Varð Jesus krossfestur Og reis Jesus upp frá deyðum Jákup Reinert Hansen, gudfrøðingur og lektari í kirkjusøgu greiðir frá. Lurta eftir sendingini her Í sendingini verður millum annað spurt, um Jesus var ein veruligur persónur Um Judas sveik Jesus Varð Jesus krossfestur Og reis Jesus upp frá deyðum Sunnukvøldið klokkan 10 mintust fólk tíðina, tá Røntgan á Eystarubryggju í Havn var staðið har fólk hittust,forvitnaðust og hugdu eftir hinum kyninum Heini Festirstein hevði tikið stig til hesa løtuna 108,5 milliónir krónur fara til Marknagilsdepilin, og onnur arbeiði eru millum annað Viðareiðistunnilin, Landssjúkrahúsið, Nólsoyarskip og bústaðir til fólk við serligum tørvi. Í búskaparfrágreiðingini, sum Fíggjarmálaráðið legði fram leygardagin, sæst eisini, hvørjar ætlanir eru um nøkur ár. Serliga er talan um vegir og tunlar. Farleiðin til Dals fær 43,5 milliónir krónur frá 2017 til 2022, og 50 milliónir skulu brúkast til vegin oman fyri Skálafjørð frá 2018 til 2021. 165 milliónir krónur eru ætlaðar Hvalbiartunlinum frá 2018 til 2021, 250 milliónir eru til tunlarnar norður um Fjall í Borðoynni og 122 milliónir til tunnil millum Gøtudal ella Kambsdal og Skálafjørð árini frá 2021 til 2024. Aðrar íløgur, sum skulu gerast fyri 2024, eru innkoyringarvegurin til Havnar, farleið til Fámjins og Vestmanna, Tjørnuvíkarvegurin, Inni í Fjørð í Kollafirði, Leirvíkartunnilin og Kollafjarðartunnilin. Íløgur skulu eisini gerast í Tjóðleikhús, Fróðskaparsetrið, Søvn landsins, stovn fyri heilaskadd og sambýli til fólk við sálarsjúku og menningartarni. Hungursneyð tók seg upp í Írlandi í 1840 unum, tá soppur kom í eplavelturnar, og túsundtals írar flýddu vestur um hav. Ein teirra var tann 25 ára gamli Patrick Kennedy, sum steig á land í Boston. Í býnum búleikaðust írsku katolikkarnir undir kørgum umstøðum, og ríku protestantarnir hildu lítið um teir. Men smátt um smátt tóku írarnir seg fram, og tá abbasonur Patrick Kennedy, Joseph, vaks til mans, hevði hann eittans mál At vinna Hvítu Húsini í Washington. Hungursneyð tók seg upp í Írlandi í 1840 unum, tá soppur kom í eplavelturnar, og túsundtals írar flýddu vestur um hav. Ein teirra var tann 25 ára gamli Patrick Kennedy, sum steig á land í Boston. Í býnum búleikaðust írsku katolikkarnir undir kørgum umstøðum, og ríku protestantarnir hildu lítið um teir. Men smátt um smátt tóku írarnir seg fram, og tá abbasonur Patrick Kennedy, Joseph, vaks til mans, hevði hann eittans mál At vinna Hvítu Húsini í Washington. Dreymurin gjørdist veruleiki, tá sonur hansara, John F. Kennedy, varð svorin í eið sum forseti 20. januar í 1961. Uni Arge leggur til rættis. Eldur í maskinrúmið umborð á Norrønu. Umleið 200 statistar, harav 15 figurantar skadd ferðafólk eru við, og rýmingin í land verður við tyrlu og bátum. Bárður Rasmussen, lestrarvegleiðari á Søgu og Samfelagsdeildini og Náttúruvísindadeildini og Holger Arnbjerg, som er generellur lestrarvegleiðari á Setrinum greiða frá hvussu kvotu 2 skipanin riggar og hvør kann søkja. Umsóknarfreistin at søkja inn eftir kvotu 2 er 15. apríl 2015 á midnátt. Løgtingsgrannskoðararnir hava fulla undirtøku í Fíggjarnevndini hjá løgtinginum fyri uppskotinum til samtyktar um, at landsstýrið greiðir tinginum frá, hvussu landsstýrið tryggjar sær, at áhugamálini hjá landinum í eitt nú partafeløgum eru røkt á forsvarligan hátt. Fíggjarnevndin mælir tinginum til at samtykkja uppskotið. Landsstýrið eigur nú at gera reglur, sum tryggja, at áhugamálini hjá landinum í partafeløgum, stovnum og grunnum, sum ikki eru í fíggjarlógini, vera forsvarliga røkt. Løgtingsgrannskoðararnir hava lagt frágreiðing, sum tey fingu frá Landsgrannskoðanini í august í fjør, fyri løgtingið. Tað almenna eigur seks milliardir krónur í partafeløgum og grunnum. Men vit hava ongan almennan eigarapolitikk í Føroyum. Tí eigur landsstýrið at koma við lógaruppskoti um almennan eigarapolitikk, segði Reimund Langgaard, formaður hjá løgtingsgrannskoðarunum, við Útvarpið í august í fjør . Nú hava løgtingsgrannskoðararnir tikið stig til at fáa løgtingið at biðja landsstýrið síggja til, at áhugamálini hjá landinum verða forsvarliga røkt. Løgtingsgrannskoðararnir vilja, at landsstýrið tryggjar sær, at landið hevur ávirkan, sum svarar til váðan ella kostnaðin, landið átekur sær. Løgtingsgrannskoðararnir vilja eins og Landsgrannskoðanin, at landsstýrismaðurin í vinnumálum setur í gildi kunngerð um landspartafeløg skjótast til ber. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum skal gera eina árliga frágreiðing um virkiseindirnar, landið eigur ella er við í, men sum ikki eru í fíggjarlógini, og har roknskapirnir ikki verða lagdir fyri løgtingið. Fiski og alivinnan skulu gjalda 95 milliónir meira til landshúsarhaldið. Tað vóru boðini frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum, tá hann legði fíggjarkarmarnar fram leygarmorgunin. Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost, vil ikki gera samrøðu við útvarpið, men sigur í stuttari viðmerking, at hann roknar ikki við nakrari broyting, tá tað kemur til gjøld á alivinnuna. Vit fingu álagt ein eykaskatt eftir eina drúgva tilgongd fyri einum ári síðani, og tá fingu vit at vita, at hetta skuldi vera galdandi í rúma tíð. Regin Jacobsen leggur afturat, at alivinnan skal gjalda 2,5 prosent í skatti fyri aliloyvini, og haraftrat eitt hálvt prosent av umsetninginum í eykaskatti. Sambært felagnum sjálvum peika flest allir pílar nú rætta vegin. Sølan økist, fleiri ferðast við Norr nu, sum eisini flytir meira frakt, og harumframt lættir lági oljuprísurin um raksturin. Frá fyrsta januar í ár er alt farma virksemið, sum hevur ligið í Blue Water, aftur í Smyril Line. Okkurt um 250 fólk starvast í Smyril Line samtakinum. Gamla metið átti Sára sjálv 1.00.17 . Hon var bara fýra hundraðpartar frá tí føroyska metinum, sum Shaila millum Garðarnar setti í 2009. Í 3 2 verða myndir frá Danish Open at síggja í kvøld. Millum annað sæst Pál Joensen, sum svam skjótastu tíð í heiminum higartil í ár í 800 metur finaluni Amerikanska sjónvarpsstøðin, The Comedy Channel, hevur nú funnið avloysaran hjá Jon Stewart, ið var vertur í sendingini The Daily Show í 16 ár. Nýggjur vertur í The Daily Show verður 31 ára gamli Trevor Noah, ið er ættaður úr Suðurafrika, skrivar The New York Times á netinum fyri løtu síðani. Trevor Noah hevur sjálvur eisini váttað tíðindini á Twitter fyri hálvum tíma síðani. Har sigur hann, tað helst ikki verður nøkur løtt uppgáva at lyfta arvin eftir Jon Stewart. Sjónvarpssendingin, The Daily Show, hevur verið víst síðan 1996. Trevor Noah verður bert tann triði verturin hesi 20 árini, sjónvarpsrøðin hevur verið til. Millum tølini, sum hanga í leysari luft í fíggjarkarminum hjá landsstýrinum fyri 2016, eru tíggju milliónir krónur, sum skulu sparast, tí landsfyrisitingin skal savnast. Í ár verður einki spart, tí arbeiðið at fyrireika broytingina í miðfyrisitingini er ikki liðugt. Kjakuppleggið varð sent til hoyringar í fjør vár. Tá hoyringin var liðug, gjørdi bólkurin, sum gjørdi uppskotið, ein samandrátt til stýringarbólkin, Marjuna Hanusardóttur, løgmansstjóra, og Bjarna Askham Bjarnason, aðalstjóra í Fíggjarmálaráðnum. Marjun Hanusardóttir sigur í dag, at tilmælið um at tillaga bygnaðin er ikki liðugt. Tí ber ikki til at siga í løtuni, á hvønn hátt til ber at spara 10 milliónir krónur næsta ár, sigur løgmansstjórin. Andras Mortensen sigur, at at stórur áhugi var fyri útbyggingini á Tvøroyri, men hann vísir aftur, at fornminnamyndugleikarnir vóru undir trýsti. Løgmaður hevur verið hjá danska forsætisráðharranum og boðið Føroyar fram at taka ímóti flóttafólki, hóast Fólkaflokkurin er ímóti, og Johan Dahl, landsstýrismaður, sigur, at føroyingar eru IKKI til reiðar. Løgtingið hevur heldur ikki tikið støðu til spurningin. Kjakið i Degi og Viku í annaðkvøld verður um ætlanina hjá løgmanni, at Føroyar skulu taka ímóti flóttafólki og tað, at Løgtingið ikki er tikið í eið. Í sjónvarpsstovuni verða Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður og Høgni Hoydal, næstformaður í Uttanlandsnevndini. DropBucket byrjaði sum ein verkætlan í skúlanum, og hevur ment seg til eina fyritøku við fleiri milliónum krónum í íløgupeningi. Og ætlanirnar eru stórar fyri fyritøkuna. Verður íslendska makrelkvotan 150.000 tons næsta ár, fer eykagjaldið at geva statskassanum okkurt um 80 milliónir krónur um árið næstu seks árini. Tann góði fiskiskapurin, sum væntandi verður næsta ár, fer at geva statskassanum hálva milliard krónur í tilfeingisgjøldum næsta ár. Talan er um samsýningina, sum pedagogar skulu hava, tá tey eru vegleiðarar hjá teimum, sum eru í starvsvenjing. Avtalan varð gjørd fyri okkurt um 30 árum síðani. Pedagogfelagið segði avtaluna upp í heyst, tí tað vil hava hana dagførda. Avtalan fór úr gildi 1.mars. Síðani hava samráðingar verið um nýggja avtalu millum Pedagogfelagið og Lønardeildina, men samráðingarnar bóru ikki á mál. Tí sendu partarnir boð eftir Semingsstovninum. Terji Sigurðsson, semingsmaður, segði við Útvarpið leygardagin, at hann hevur havt nakrar fundir við partarnar, og næsti fundur verður í dag. Tað eru ikki øll, ið ynskja hana har piparið grør nýggju góðshavnina, Skansabryggjan, ætlanin er at byggja útifyri Skansan og Eystaru bryggju í høvuðsstaðnum. Vit vilja, at Skansin verður eins og Tinganes, har fyrsti skansin í Havn upprunaliga var. Ein fornminnisligur dýrgripur, mitt í meldrinum, siga stigtakararnir millum annað. Hetta er ein síða hjá okkum, sum fegnast um, at Skansin verður partur av nýggju Tórshavnar havn. Sum fegnast um, at Leygardagin varð ein annar bólkur stovnaður á Facebook . Tann bólkurin savnar inn undirskriftir frá fólki, ið ikki taka undir við at nýggj góðshavn verður gjørd í Havn. Stigtakararnir, Øssur Winthereig og Grækaris Djurhuus Magnussen, ætla at handa Tórshavnar kommunu innkomnu undirskriftirnar í morgin, mikudagin 1. apríl. Leygarkvøldið 11. apríl verður aftur dansur í Sjónleikarhúsinum í Havn. Tað eru Tvey av Kamarinum, sum fara at spæla saman við góðum kreftum. Í morgin, 1. apríl, er eitt ár síðan Fountainhúsið varð sett á stovn, og hetta verður hátíðarhildið við tónleiki, sangi og okkurt til matna. Fountainhúsið er eitt sosialt og arbeiðsrættað tilboð til fólk í aldrinum 18 67 ár, sum hava ella hava havt sosialar og, ella sálarligar avbjóðingar. Fountainhúsið er eitt psykiatriskt rehabiliteringstilboð. Tað ræður um at hava ein skipaðan gerandisdag við týdningarmiklum arbeiðsuppgávum og endurvenja styrkina, bæði fakliga, persónliga og sosialt. Sosiali felagsskapurin er somuleiðis ein týðandi partur av Fountainhúsinum og møguleikin er eisini fyri at skapa nýggj vinarbond. Fountainhúsið er stýrt av limum og starvsfólkum í felag, og limirnir hjálpast at við at finna møguleikar og loysnir í teimum ymisku arbeiðseindunum. Fyri fyrstu ferð skipar ein kirkja fyri einum tilboðið til øll sum hava mist onkran, sum stóð teimum nær. Tað er Christianskirkjan í Klaksvík sum skipar fyri einum sorgarbólki. Elisabeth Akursmørk og Hanus á Gørðum, prestur eru stigtakarar til sorgarbólkin, sum byrjar beint eftir páskir. Vit tosaðu við Elisabeth Akursmørk í morgun So leingi vit ikki kunnu bjóða eitt nøktandi tilboð til teirra, sum hava álvarsligar lesi og skrivitrupulleikar í fólkaskúlanum, er felagið fyri lesi og skriviveik besta tilboðið, men fyrr ella seinni mugu tilboð vera í fólkaskúlanum til teirra, sigur Herálvur Jacobsen við Skúlablaðið . Herálvur Jacobsen finst at skúlamyndugleikunum fyri at drála, tí enn er einki tilboð í fólkaskúlanum. Hann vísir á, at uppgávan í løtuni er hjá felagnum fyri lesi og skriviveik, sum ger eitt stórt arbeiðið, heldur Herálvur Jacobsen. Hann eftirlýsir, at økið verður raðfest og samskipað betri innan skúlagátt. Eitt av tilmælunum hjá arbeiðsbólkinum, sum hevur orðað álit og tilmæli um sernámsfrøðiliga økið í Føroyum, er at samskipa játtanina, sum fer til felagið fyri lesi og skriviveik, við Sernám og skúlaøkið. Felagið fyri lesi og skriviveik hevur fingið játtan á løgtingsfíggjarlógini í fleiri ár, og játtanin skal nýtast til at styrkja undirvísingina av lesi og skriviveikum. Hetta vísir, hvussu stórur tørvurin er á undirvísing fyri lesi og skriviveik. Hinvegin vísir gongdin eisini, at talan er um eitt øki innan fólkaskúlan, sum avvarðandi myndugleikar als ikki hava raðfest, sigur Herálvur Jacobsen við Skúlablaðið. Tórshavnar kommuna hevur gjørt eitt sjónband við heitinum Her búgva vit . Sj ónbandið lýsir lívið hjá einari familju í kommununi. Sjónbandið vísir millum annað, hvussu ein familja savnast um morgunmatarborðið, ymisku ítrivini hjá familjuni, náttúrulívið og býarlívið. Eitt er kortini at undrast á. Eingin telda og eingin telefon er at síggja í sjónbandinum, sum annars fylla sera nógv í dagligdegnum hjá ungum sum gomlum. Tí kann mann spyrja seg sjálvan lýsir hetta sjónbandið veruligu myndina ella bara tað idyllisku myndina av dagligdegnum í Tórshavnar kommunu Tað loysti seg hjá TAKS at royna sakarmálið millum TAKS øðrumegin og Varðan í Gøtu ella P f Vinnan hinumegin í Hægsta rætti, tá dómur varð feldur í málinum fyri løtu síðani. Í dóminum fær TAKS viðhald í, at talan var um fjalt vinningsbýti, tá 11 partaeigarar í P f Vinnuni seldu seldu síni partabrøv í Vinnuni til sítt egna, nýstovnaða holdingfelag. Sambært Taks eiga teir 11 partaeigararnir at gjalda kapitalvinningsskatt, 53,4 milliónir krónur, av søluni, og tað var eisini niðurstøðan hjá Skatta og avgjaldskærunevndini. Tey 11 fólkini í P f Vinnuni góðtóku ikki hesa avgerðina. Tey avgjørdu tó í fyrstu atløgu at gjalda skattin, 53,4 milliónir krónur, men tað varð gjørt undir mótmæli. Dómur varð sagdur í Føroya rætti 14. juni 2011 og í Eystara landsrætti 7. november 2012. Báðu ferðirnar tapti TAKS sakarmálið. Nú, málið varð roynt í rættarskipanini triðju ferð, vann TAKS í Hægsta rætti. Eg eri bilsin av dóminum, men eg visti at tað kundi fara báðar vegir, tí tað er ein prinsipiellur dómur. Tað sigur Christian Andreasen, sum hevur umboðað P f Vinnan í sakarmálinum. Hann heldur, Hægsti rættur hevur broytt kós, tí dómurin er feldur uppá eina heildarmeting heldur enn, hvat stendur í lógartekstinum. Christian Andreasen hevur fyrr sagt, at tapur P f Vinnan sakarmálið, er ongin søla av partabrøvum farin fram, og tað broytir aftur støðuna hjá partabrøvunum, men hetta vil hann altso ikki viðmerkja enn. Stjórin í TAKS, Eyðun Mørkøre hevur alla orsøk at fegnast. Á døgverða vann TAKS higartil størsta skattamálið í Føroyum, tá Hægsti rættur í Keypmannahavn feldi dóm. TAKS fær viðhald í, at talan var um fjalt vinningsbýti, tá 11 partaeigarar í P f Vinnuni í Gøtu seldu síni partabrøv í Vinnuni til sítt egna, nýstovnaða holdingfelag. Hoyr samrøðuna við stjóran í TAKS, Eyðun Mørkøre, eftir at TAKS á døgverða vann størsta skattamálið í Føroyum, tá dómur fall í Hægsta rætti í Keypmannahavn. Millum teirra, sum í dag búleikast í Sørvági, er 106 ára gamli Theodor Thomassen. Hann er elsti føroyingur, ið nakrantíð hevur livað. Kortini er hann framvegis bæði nærverandi og skemtingarsamur, og minnið er gott. Vit vitja hann heima hjá dóttrini Lisu, har hann hevur búð tey seinastu árini. Vit hitta eisini abbadóttrina Janu Egholm, ið hevur ógviliga stóra virðing fyri abbanum. Í Verkhúsinum í Sørvági arbeiða m.o. Esther Marie Joensen úr Leirvík og Magnus Sørensen úr Havn. Tey greiða frá sínum arbeiði, og vit hitta eisini pedagogarnar Beintu Henriksen og Irdi Thomassen. Í Verkhúsinum hava tey millum annað gjørt ymist til Country Festivalin í Sørvági. Í 2012 fekk Sørvágs skúli virðisløn sum ársins grøni stovnur. Skúlin brúkar onga olju, tí hitin kemur úr sandinum og sjónum. Skúlastjóri er Jóhannis Joensen og vit hitta eisini Maud Joensen, sum býr í Danmark, og støkkur inn á gólvið í skúlanum í heimbygdini. Gamla pakkhúsið og handilin hjá Margret og Hugo Fjørðoy lata í mai upp sum Caf Fjørðoy og Guesthouse Hugo. Maria Samson og Kent Christensen hava keypt húsini og gera nú klárt. Í miðhæddini, har Margret hevði handil, verður kaf og á loftinum verður gisting. Á sandinum í Sørvági taka tey landfisk ella langskel, sum tað eisini verður rópt. Tað er serliga um páskatíðina, tá streymurin er harður og sandurin stórur, at heilar familjur fara út á sandin at taka landfisk. Ymiskt er hvussu tey gera hann til. Gjøgnum sendingina greiðir fróðarmaðurin Høgni Nielsen frá ymiskum viðurskiftum í Sørvági, har hann hevur búð í mong ár. Høgni er annars ættaður úr Sandavági. Málið um nýggju góðshavnina í høvuðsstaðnum hevur nú fingið eina óvæntaða vend. Kommunan hevur tikið atfinningarnar hjá borgarum til sín, og hevur slept ætlanini at gera Skansabryggjuna. Tað hendir eftir ákoyringarnar seinastu dagarnar, har borgarar hava skrivað undir mótmæli, har heitt varð á kommununa um at steðga við ætlanini at gera nýggja góðshavn útifyri Skansan. Tórshavnar býráð samtykti á eyka býráðsfundi týskvøldið, við einum teprum meiriluta, at nýggja góðshavnin í staðin skal gerast í Vágsbotni, so umhvørvið við Skansan verður varðveitt. Tað eru eyðsæddir fyrimunir við at gera nýggju góðshavnina í Vágsbotni heldur enn útifyri Skansan ella á Sundi, sum tjóðveldisfólkini í býráðnum annars hava skotið upp, sigur kommunan. Økið inn ímóti Vágsbotni er grunt. Tískil skal ikki nógv fyllast í, áðrenn økið við Vágsbotn verður klárt at byggja á. Arbeiðið at gera nýggja góðshavn kann tískil byrja lutfalsliga skjótt. Á henda hátt kann kostnaðurin haldast niðri, sum eisini allatíðina hevur verið eitt av fremstu ynskjunum hjá Tórshavnar kommunu at halda kostnaðin so bíligan sum gjørligt. Tá arbeiðið fer í gongd, verða øll parkeringsplássini á Skálatrøð eisini tikin, tí nøkur pakkhús í nýggju góðshavnini verða bygd, har verandi parkeringspláss á Skálatrøð eru í dag. Kommunan ásannar, at parkeringsviðurskiftini í miðbýnum í Havn ikki eru nøktandi. Tískil verður kommunan eisini noydd at útvega borgarunum onnur parkeringspláss í býnum. Tann trupulleikan loysir kommunan við einum parkeringskjallara undir Skansanum. Sprongt verður undir Skansanum, og ein parkeringskjallari í trimum hæddum verður gjørdur, har pláss verður fyri 135 bilum. Tað eru ikki bert parkeringsplássini á Skálatrøð, sum verða ein avbjóðing hjá størstu kommununi í landinum, nú avgerð er tikin um at økið við Skálatrøð og Vágsbotn verður tikið til nýggju góðshavnina. Byggi og býarskipanarnevndin samtykti í oktober, at nýtt tjóðleikhús skal gerast á Skálatrøð. Tann ætlanin verður nú eisini broytt, nú tað er avgjørt, at góðshavnin verður í Vágsbotni. Kommunan kannar nú um nýggja tjóðleikhúsið í staðin kann byggjast á Sundi, tá økið hóast alt ikki verður brúkt til onnur endamál og enn minni til góðshavn, sum minnilutin skeyt upp í januar. Tórshavnar kommuna verður eisini noydd at finna eina loysn til allar smábátarnar, ið liggja í Vágsbotni, nú økið skal fyllast út við gróti. Á eyka býráðsfundinum týskvøldið varð eisini avgjørt, at bátarnir, sum í dag liggja í Vágsbotni, verða fluttir inn á Sund, tá arbeiðið at gera nýggju góðshavnina byrjar. Kommunan fer tí eisini at arbeiða við at fáa sandin í Kaldbaksbotni góðkendan til grindadráp, so styttri verður hjá bátum at sigla, tá grind verður hildin til í kommununi. Yvirskotið er 300.000 krónur størri enn árið fyri. Men kappingin er beinhørð, sigur Suðuroyar Sparikassi, sum sambært roknskapinum tjenar flestu pengarnar av vinningi av virðisbrøvum, heldur enn av vanligum bankarakstri. Sambært sparikassanum hevur rentustøðið í Føroyum verið í fríum falli síðsta árið. Suðuroyar Sparikassi vísir á, at lága rentustøðið kemur væl við hjá teimum, sum læna pengar til fastogn, bilar og vinnulívið umframt at landskassin sparir nógvar pengar til rentustuðul. Men fyri peningastovnarnar er lága rentustøðið ein avbjóðing. Suðuroyar Sparikassi forvinnur eina hálva millión av vanliga bankarakstrinum, meðan restin av yvirskotinum sum nevnt kemur frá vinningi av virðisbrøvum. Bæði útlán og innlánini hjá Suðuroyar Sparikassa øktust fýra prosent í fjør. Útlánini eru nú 514 milliónir og innlánini 699 milliónir. Eftir at hava tapt bæði í Føroya rætti og landsrættinum, fekk Taks viðhald í Hægstarætti. Vinnan í Gøtu skal gjalda kapitalvinningsskatt, rentur og sakarmálskostnað, ella tilsamans nakrar og 70 milliónir krónur. Allir fimm hægstarættardómararnir vóru samdir um at geva Taks viðhald í, at partaeigararnir í p f Vinnuni í Gøtu skulu gjalda kapitalvinningsskatt, og tað styrkir dómin. Tað heldur Eyðfinnur Jacobsen, advokatur, sum hevur arbeitt nógv við skattarætti, og hevur skrivað bókina Føroyskur skattarættur . Eyðun Mørkøre, stjóri í Taks, var ikki so sannførdur um, at Taks fór at vinna sakarmálið móti Vinnuni í Gøtu í Hægstarætti, tí Taks hevði tapt bæði í Føroya rætti og Landsrættinum. Hann helldur ikki, at lógarreglurnar eru so ógreiðar, men tað er keðiligt, at tað varð neyðugt at fara heilt í Hægstarætt fyri at fáa staðfest, at Taks hevði rætt. Tá Taks hevði tapt í Landsrættinum, kendi Eyðun Mørkøre eitt ávíst trýst, tí talan var um nógvan pening. Rentan av upphæddini, sum Taks kravdi frá Taks, var komin upp í 15 prosent, og seks milliónir vórðu nýttar í sakarmálskostnaði. Áhugin fyri talgilda blaðsavninum, sum læt upp mikudagin, hevur verið so stórur, at skipanin eina løtu megnaði ikki at fylgja við. Tíðarætlanin hjá Hans Gammeltoft Hansen, sum kannar CIP málið fyri løgtingtið, er framvegis tann sama, sum hann segði, hon var, í samrøðu við Útvarpið á nýggjárinum. Kanningin fer at kosta landskassanum nakrar milliónir krónur. Til nýggjárs hevði løgtingið fingið rokningar fyri hálva fjórðu millión krónur. Tað eydnaðist ikki Semingsstovninum at fáa semju millum Pedagogfelagið og Lønardeildina i Fíggjarmálaráðnum um samsýningina, sum pedagogar skulu fáa, tá tey eru vegleiðarar hjá teimum, sum eru í starvsvenjing. Avtalan um samsýningina varð gjørd fyri okkurt um 30 árum síðani. Pedagogfelagið segði avtaluna upp í heyst, tí tað vil hava hana dagførda. Avtalan fór úr gildi 1.mars. Síðani hava samráðingar verið um nýggja avtalu millum Pedagogfelagið og Lønardeildina, men enn hava samráðingarnar ikki borið á mál. Umsetningurin í smásøluni vaks nógv frá seinasta ársfjórðingi í 2013 til seinasta ársfjórðing í fjør sæst í nýggju mvg uppgerðini hjá Hagstovuni.Føroyingar keypa nógv meira í handlunum í Føroyum nú enn fyri einum góðum ári síðani. Nakrar ætlanir hava verið og eru, men tær hava higartil ikki havt við sær, at Fiskimálráðið hevur ásett krøv um at taka daggamlan, blóðgaðan, ókruvdan fisk til lands. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sigur í svari til Kára P. Højgaard, løgtingsmann, at í løtuni eru ongar ætlanir um at broyta lógir ella kunngerðir, sum áleggja fiskimonnum at hagreiða ella handfara fiskin á ávísan hátt, eitt nú føra fiskin til lands blóðgaðan og ókruvdan í ísvatni. Frá 2001 til 2003 varð verkætlanin Virðisøking av útróðrarfiski framd, og nøkur fá ár seinni varð ein onnur frágreiðing skrivað um, á hvønn hátt til ber at fáa innvølir úr fiski til lands at gagnnýta. Men, leggur Jacob Vestergaard afturat í svarinum, tað er tó tann vinnurekandi, sum má tryggja støðugt grundfesti í eini ætlan at føra ókruvdan fisk til lands. Endamálið við at fáa ókruvdan fisk til lands er at brúka alt av fiskinum, so sum høvd og livur, í staðin fyri, at tey verður tveitt fyri borð. Lógin leggur ikki upp fyri so stórum havnarútbyggingum, sum nú verða framdar, og tað hevði verið ynskiligt, at lógin var eitt sindur strangari. Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, fer at biðja Søvn Landsins um fund, nú Tórshavnar kommuna fyrireikar útbygging av havnarøkinum uttan fyri Skansan. Heilsumálaráðið ætlar at søkja um loyvi at sleppa í Hægstarætt við málinum um rokningina frá Region Hovedstaden fyri varðhaldsviðgerð á Sct. Hans sjúkrahúsinum í Danmark. Men ætlanin er bara at royna ein part av málinum, rokningina fyri fyrstu tíðina, sum filipinski sjómaðurin var í varðhaldsviðgerð fyri føroyska rokning, uttan at Heilsumálaráðið ella landsstýrið vistu av tí. Heilsumálaráðið heldur uppá, at Føroya rættur, ein danskur stovnur í Føroyum, kann ikki senda fólk á sjúkrahús í Danmark uttan at boða landsstýrinum frá, landsstýrinum, sum síðani fær rokningina. Skulu fólk úr Føroyum á sjúkrahús í Danmark krevst ein ávísing frá føroyska heilsuverkinum, er pástandurin hjá Heilsumálaráðnum. Men sambært Føroya rætti og Eystara landsrætti kunnu danska dómsvaldið og politiið í Føroyum senda fólk í viðgerð í Danmark, sum landsstýrið skal gjalda, men uttan at spyrja landsstýrið. Tað er rokningin fram til 7.oktober í 2007, sambært dóminum 1,3 milliónir krónur, sum søkt verður um loyvi at royna í Hægstarætti. Tí tann dagin, 7.oktober í 2007, gjørdi Region Hovedstaden Heilsumálaráðið vart við, at Region Hovedstaden helt seg ikki hava skyldu til at rinda fyri varðhaldsviðgerðina. Tá visti Heilsumálaráðið so um støðuna og hevði høvi til at fáa mannin fluttan til Føroya, á Psykiatrisku deild í Havn. Almanna og heilsumálaráðið, sum tað kallaðist tá, fekk uppskot um avtalu um viðgerðina og, hvussu nógv, hon kostaði. Region Hovedstaden bað ráðið skriva undir avtaluna. Í staðin fyri royndi landsstýrið seg við samráðingum við danska Heilsumálaráðið. Men fyrst í mars í 2008 fekk ráðið í Føroyum aftur at vita, at landsstýrið skuldi gjalda fyri varðhaldsviðgerðina. Og tí noyðist Heilsumálaráðið at rinda Region Hovedstaden fyri at hava Romeo Tibobos í viðgerð og varðhaldi frá 5.juli í 2006 til 5.oktober í 2010. Viðgerðin kostaði góðar átta milliónir krónur. Harafturat eru rentur og sakarmálskostnaður, so rokningin frá Region Hovedstaden er 10,3 milliónir krónur Men hon verður minni, tí munur er á prosessrentuni, rættargangsrentuni, í Danmark og Føroyum. Í Føroyum er hon lægri, men í rokningini frá Region Hovedstaden er danska rentan brúkt. Hóast Heilsumálaráðið fer at søkja um loyvi at sleppa í Hægstarætt, skal øll rokningin rindast, men tó við føroyskari rættargangsrentu, í seinasta lagi 8.apríl. Eftir landsrættardómin í november 2012 varð Taks noytt at gjalda teimum 11 partaeigarunum pengarnar aftur, við rentu og sakarmálskostnaði. Pengarnir fara til at minka um hallið á fíggjarlógini fyri 2015, sigur Bárður Nielsen, sum í dag er formaður í fíggjarnevndini hjá løgtinginum Seinastu dagarnar hevur verið ávarað í móti nýggjum telduvirus álopum. Hetta er ein virus, sum krypterar fílarnar, soleiðis at tú ikki fært opnað teir aftur. Hann kann eisini smitta alt netverkið á tíni fyritøku stovni. Hetta er eitt sokallað CryptoLock Wall álop eisini nevnt ransomware , og er sera trupult at fáast við. Ikki lata teldupostar upp frá ókendum sendarum. Tú skal eisini vera varin, tá tú fær teldupost frá kendum avsendarum, ið hava viðheft fílur, sum tú ikki kennist við. Ikki trýsta á viðheftar fílar av slagnum .ZIP og møguliga øðrum ókendum formatum, uttan so, at tú ert vísur í, at hetta er avtalað áðrenn. Tað segðist, at onkur breyt beinið, sum hann skundaði sær á Vestaru vág 1. apríl í 1965, tá útvarpið boðaði frá, at ein ísbjørn var komin rekandi á Havnina. Nógv fólk savnaðist saman 1. apríl 1965, tá útvarpið segði frá, at ein Ísbjørn var komin inn á Vestaruvág á einum ísflaka. Nógv umrøddi trýsttangin, sum hevur staðið í hølunum hjá Vørn á Hjalla, verður fluttur í nýggj høli á Landssjúkrahúsinum síðst í apríl. Stríð hevur verið um, hvørt tað er Fiskimálaráðið ella Heilsumálaráðið, sum eigur ábyrgdina av tanganum, og skal fíggja hann. Men endaliga avtalan gjørdist, at Heilsumálaráðið skal hava og reka tangan, skrivar in.fo. Sjálv flytingin hevur verið seinkað, men nú boðar Landssjúkrahúsið frá, at tangin verður fluttur síðst í apríl. Í sambandi við flytingina verður trýsttangin óvirkin frá 20. til27. apríl. Men verða tilburðir av kavarasjúku, meðan tangin er óvirkin, seturLandssjúkrahúsið seg samband við trýsttangatænastuna á Landspítalinum í Reykjavík ella við Royal Infirmery í Aberdeen í Skotlandi, har sjúklingar kunnu fáa viðgerð. Á kunningarstovuni í Runavík frættist, at tey higartil hava leigað hús út til einar 20 mans, og væntandi verða fleiri hús leigað út í heyst. Farið varð undir byggja virkið í januar, og tað skal eftir ætlan verða liðugt tíðliga næsta ár, sigur Regin Jacobsen stjóri í Bakkafrosti. Leygardagin,16. mei verður Seniorfestivalurin festivalurin fyri tey tilkomnu, aftur á parkeringsøkinum við Røktarheimið í Runavík. Umframt at fleiri av okkara bestu tónleikarum bólkum luttaka, fáa vit í ár vitjan av norska bólkinum SPUTNIK, sum millum annað er kendur við slagaranum La os leve for hver andre og Luk op din hjerte dør Aðrir tónleikarar, sum eru við, eru Magni Christiansen, Signar í Homrum, Hans Jacob Hjelm , Alex og Kristina Bærentsen. Fyrireikararnir siga, at fleiri tónleikarar verða avdúkaðir seinni. Eg bleiv sum ein klumpur av deiggi, ið hann kundi forma júst soleiðis, sum hann ynskti. Soleiðis sigur dulnevnd kvinna, sum í Vegamótinum fortelur um tey árini, hon livdi í harðskapsraktum parlagi. Onki, sum eg gjørdi, var nóg gott. Eg dugdi til dømis ikki at vaska klæðir, at gera mat ella at seta kopparnar rætt á hillina. Hann var ofta illur og bukaði meg, og tað var heldur ikki óvanligt, at eg bleiv tveitt út í túnið mitt um náttina. Bara í undirklæðum, sigur kvinnan. Eg hugsaði um sonin, og at eg ikki vildi bjóða honum at liva undir slíkum umstøðum. Tankin um sonin, og alt tað, hann longu hevði upplivað, gjørdi, at nú hevði eg fingið nokk, sigur kvinnan. Í Vegamótinum fortelur kvinnan sína søgu, og tær upplivingarnar hon hevur frá tíðini, hon livdi í parlagi, har harðskapur og sálarligur ágangur var vanligur partur av gerandisdegnum. Open stage open mic, er nýtt tiltak, sum gevur tónleikarum, singer songwriter og stand up comedians møguleikar at royna seg á palli. Tað verið seg roynd sum óroynd fólk. Tað var fyrst í desember í fjør, at eftirlitið hjá Landsverki staðfesti, at útrokningar hjá verkfrøðingunum Lemming og Eriksson í Danmark vóru skeivar. Nakrir betongveggir í trappurúmum vóru ov smalir og skuldu gerast av nýggjum, og tað hevur seinkað arbeiðinum. Landsverk metti, at mistakið fór at seinka arbeiðinum tveir mánaðir. Tað ber fyrst til at siga um mánaðarskifti juni juli, og Landsverk arbeiðir í løtuni við at greina tíðarætlanina, sigur Palli Henriksen. Tað er ikki bara mistakið hjá Lemming og Eriksson, sum hevur darvað arbeiðinum. Vánaliga veðrið í vetur hevur eisini seinkað arbeiðinum, sigur hann. Skúladepilin í Marknagilsdeplinum skal eftir ætlan standa liðugur á summri næsta ár. Landsverk metir framvegis, at tíðarætlanin fer at halda. Men tað kann í ringasta føri fara at knípa. Tí hevur Landsverk sett øll segl til, so mista arbeiðstíðin verður vunnin innaftur sum skjótast. Tríggir møguleikar eru At kalla fleiri fólk til arbeiðis, at fólkini hava longri arbeiðsdagar, og at stoypa skjótari, sigur Palli Henriksen. Tað er Mentamálaráðið, sum er eigari av skúladeplinum í Marknagili, og Landsverk kunnar regluliga myndugleikarnar um gongdina í málinum. Ein bygginevnd við umboðum fyri miðnámsskúlarnar í Havn og Mentamálaráðið fylgir arbeiðinum. Fyri góðum mánaði síðani var kunnandi fundur í byggivendini, og har kunnaði Landsverk um gongdina í málinum. Leivur Frederiksen sigur frá báðum dystunum. Viðmerkjari til mannsfinaluna er Kristian Mikkelsen, og Marjun Kalsø er viðmerkjari í kvinnufinaluni Men hinvegin ger flatskattaskipanin, at tey, sum vilja betra livikorini hjá sær og sínum við at arbeiða nakrar tímar eyka, nú fáa nógv meira útgoldið enn frammanundan. Fyri aðru ferð í vetur hevur Bjarni Djurholm, løgtingsmaður hjá Fólkaflokkinum, brúkt grein 52 í tingskipanini til at spyrja Jørgen Niclasen, landsstýrismann hjá Fólkaflokkinum, um politikkin hjá samgonguni. Seinast spurdi Bjarni Djurholm, um tað er rætt, at arbeiðsfólk missa 1100 krónur um mánaðin av politikkinum hjá samgonguni, sum kom við flatskattinum og forskattingini av eftirlønini. Í hesum førinum spurdi Bjarni Djurholm hósdagin 26.mars. Jørgen Niclasen svaraði týsdagin 31.mars. Landsstýrisfólkini hava annars tíggju yrkadagar at svara. Mánadagin 8.desember fekk Jørgen Niclasen spurning um støðuna hjá støkum uppihaldarum, sum fáa forsorgarhjálp, býtt í inntøkubólkar. Tveir dagar seinni kom svarið frá Jørgeni Niclasen. Eisini tey í samgonguni. Helgi Abrahamsen í Sambandsflokkinum spurdi um nøkur tøl og nakrar útrokningar tann 27.februar. 19.mars sendi Løgtingskrivstovan Fíggjarmálaráðnum eina áminning, tí freistin at svara var farin. 23.mars fekk Helgi Abrahamsen svarið. Ósemja tók seg upp millum manningarfeløgini og Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum stutt fyri jól, tí manningarfeløgini noktaðu limum sínum at sigla jóladag, tí ongin semja var um lønina fyri siglingina. Málið um arbeiðssteðgin varð beint í Gerðarrættin, sum gjørdi av, at arbeiðið kundi ikki leggjast niður, men avgerðin hjá Gerðarættinum segði onki um, hvørja samsýning starvsólkini skulu hava. Guðrið Joensen, gerðarrættardómari, segði tó, at partarnir kunnu senda spurningin um yvirtíðarsamsýningina til Gerðarættin sum tulkingarmál. Og tað hava manningarfeløgini boðað frá, at tey ætla sær at gera. Men málið er ikki farið í Gerðarættin enn, millum annað tí at samráðingar síðani hava verið millum Lønardeildina og feløgini. Anfinnur Garðalíð, formaður í Skipara og Navigatørfelagnum, sigur, at úrskurðurin hjá Gerðarættinum kann verða ein vansi fyri manningarfeløgini í sáttmálasamráðingum, sum verða næsta ár, um Gerðarætturin staðfestir, at starvsfólkini hjá Strandferðsluni ikki eiga at fáa 100 prosent yvirtíðarsamsýning fyri fullan arbeiðsdag halgidagar. Vit hava roynt at fingið semju í lag um lønina við Lønardeildina, men eru ikki komnir á mál enn, og tí beina vit nú málið í gerðarættin, sigur Anfinnur Garðalíð. Alarar hildu seg hava eina greiða avtalu við politikararnar um, at gjøldini, sum vórðu løgd á vinnuna í fjør, skuldu vera óbroytt í nøkur ár. Tí soleiðis tulka alarar niðurstøðuna hjá arbeiðsbólkinum hjá Fíggjarmálaráðnum, Vinnumálaráðnum og Havbúnaðarfelagnum, sum gjørdi eitt upprit um loyvisgjald á alivinnuna. Hetta er skrúvan uttan enda, sigur Atli Gregersen, stjóri í alivirkinum Luna, nú landsstýrið hevur kunngjørt, at millum annað alivinnan skal gjalda meira næsta ár enn í ár. Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, sigur, at hann er vísur í, at peningurin verður játtaður, tí fíggjarnevndin fer ikki at bróta eina politiska avtalu, sum varð gjørd við Bjarna Corydon, fíggjarmálaráðharra, í desember í fjør. Tórður Mikkelsen hevur samrøðu við 70 ára gamla Olevinus Sørensen av Viðareiði um eina vanlukku, sum hann upplivdi í bjørgunum sum 10 ára gamal. Nústani tosar hann um hendingina. Men tað er at sigla vandasjógv, sigur Atli Gregersen, sum tó ikki væntar, at politikararnir tora at hækka skattin hjá allari vinnu. Bergur hevur seinastu trý árini arbeitt við ritgerðini á Føroyamálsdeildini, og hevur undirvíst í tí, sum hann hevur granskað, í ferðafrásagnum millum annað hjá Kristiani Osvald viderø. Kai Leo Holm Johannesen, løgmaður, og Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, hava báðir virkað fyri loysnini, eins og starvsnevndin í Svimjisambandinum og í Ítróttarsambandinum. Men hvat er hent, nú føroyskir svimjarar kortini sleppa við. Hoyr samrøðu við Rók í Jákupsstovu, forseta í Svimjisambandi Føroya. Hóast heilsuverkið hevur fingið nógvar milliónir aftrat í játtanini á hvørjum ári, so er hetta ov lítið til at raksturin kann hanga saman. Og nú er vandi fyri, at tær grundleggjandi funktiónirnar í sjúkrahúsverkinum verða raktar, sigur Sigurð Ó. Vang, stjóri á Landssjúkrahúsinum. Hann sigur, at økta játtanin til heilsuverkið fer millum annað til lønarhækkingar, prísvøkstur á heilivági og til serviðgerðir uttanlands, sum gerast alsamt dýrari. Haraftrat krevja føroyingar nógv fleiri viðgerðir og kanningar enn fyri fáum árum síðan. Støðuga peningatrotið og økta trotið á læknum ger tað trupult at fáa tilbúgvingina á eitt nú skurðøkinum at hanga saman, sigur Sigurð Ó. Vang. Hoyr Sigurð Ó Vang kjakast við Jenis av Rana, tingmann, Sirið Steenberg, tingkvinnu og Jákup N. Olsen, formann í Sjúklingaráðnum, um peningatrot av heilsuverkinum. Tað sigur stjórin á Landssjúkrahúsinum, Sigurð Ó. Vang. Hann sigur, at eftirspurningurin eftir eitt nú kanningum fyri D vitamintrot er fleirfaldaður eftir stuttari tíð. Seinnapartin í gjár fekk Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, handað 630 undirskriftir frá borgarum, sum mótmæla ætlaðu havnaútbyggingini uttan fyri Skansan í Havn. Tað eru Øssur Winthereig og Grækaris Djurhuus Magnussen, sum hava tikið stig til undirskriftainnsavningina á sosiala miðlinum Facebook , har eisini 1.593 fólk hava givið til kennar, at tey stuðla mótmælinum. Hesi fólkini, sum hava skrivað undir, heita á kommununa um at bíða. Tí vit eiga at hugsa okkum væl um, sigur Øssur Winthereig við heimasíðuna hjá Tórshavnar kommunu. Ætlanin um Skansaútbyggingina hevur ligið frammi til almenna hoyring, og okkurt um 300 fólk møttu eisini upp á borgarafundi fyri viku síðani, har málið varð viðgjørt. Hoyr alla sendingina, har tú eisini kanst hoyra, hvørjar aðrar spurningar kjakast verður um, og hvat Also panelið svarar til spurningarnar. Hevði tú eina kenslu av, at nøkur tíðindi í føroysku netmiðlunum í gjár, mikudagin, vóru ov góð til at vera sonn, hevði tú helst eisini rætt í tí, tá kalendarin vísti 1. apríl. Festivalurin avdúkaði, at boripallurin West Hercules, ið var á Skálafjørðinum í fjør, kemur aftur til Føroyar og verður tann stóri pallurin á G festivalinum í summar. vp.fo visti at siga, at fráfaringaravtala var gjørd við Jørgen Holme, stjóra í Atlantic Airways, og at landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, skuldi taka við stjórastarvinum. vp.fo skrivaði eisini, at borgarstjórarnir í Tórshavn og Klaksvík skuldu býta um skrivstovu í samband við sending hjá Kringvarpinum. vp.fo visti eisini, at danski forsætisráðharrin, Helle Thorning Schmidt, hevði skrivað út fólkatingsval í úrtíð, og skuldi valið verða Grundlógardagin, 5. juni. vp.fo fortaldi eisini, at Paul Watson hevði hildið tíðindafund, har hann avdúkaði eina nýggja filmsætlan, ið samanber grindadráp við Vietnam kríggið. Norðlýsiðkundi fortelja , at Sámal Erik Hentze, ið áður hevur vant høvuðsstaðarliðini hjá monnum, skuldi taka við sum venjari hjá besta kvinnuliðnum hjá KÍ. Heimasíðan skrivaði, at miðilin skuldi leggjast saman við vp.fo. Málið var millum annað at reka tíðindaflutning við innbygdum politiskum meiningum, varð boðað frá. in.fo bar tíðindini um, at tey bæði fótbóltsfeløgini í Suðuroy, TB og FC Suðuroy, skulu leggjast saman. Stór mótmælisgonga var væntandi til tíðindafundin. portal.fo skrivaði, at tað nú fór at bera til at spæla Pac Man í havnargøtum og í gøtunum í Klaksvík. Spælið er tó ikki liðugt ment enn. kvf.fo skrivaði, at nógv umrødda góðshavnin í Havn skuldi gerast í Vágsbotni, nú kjak hevur tikið seg upp um, hvar best er at gera nýggju hóðshavnina. Nýggi politikkurin skal vera grundarlag undir ætlaðu bygnaðarbroytingunum á dagstovnaøkinum, sum kommunan í fyrsta umfari steðgaði eftir trýsti frá Pedagogfelagnum. Nú páskirnar eru, mælir Ráðið fyri ferðslutrygd á fólk um ikki at seta seg við róðrið, hevur tú drukkið. Somuleiðis heitir ráðið á teg um at at steðga fólki, ið ætla at koyra ávirkað. STEÐGA RÚSDREKKAKOYRING UM PÁSKIRNARPáskirnar nærkast, vit hava frí og fara at hugna okkum við skyldfólki og vinum Ein blóðug gíslatøka fer í løtuni fram á einum lærdum háskúla í afrikanska landinum, Kenja, skriva fleiri altjóða fjølmiðlar á staðnum. Gíslatøkan byrjaði fyri umleið sjey tímum síðani. Lærdi háskúlin er nú kringsettur av hermonnum og løgreglu, boða Reyði Krossur Kenya og løgreglan frá. Fleiri særd fólk eru longu flutt burtur frá økinum við lærda háskúlan. Í løtuni hoyrast skotbardagar millum gíslatakararnar og hermenn og løgreglu á lærda háskúlanum. Lesandi á lærda háskúlanum í Kenja vórðu álopin tíðliga í morgun, tá gíslatakarar tóku seg inn á skúlaøkið, og byrjaðu at lata skot av. Fleiri lesandi tóku til rýmingar, tá gíslatakararnir lupu á tíðliga í morgun, men framvegis eru bæði lesandi og undirvísarar tikin gíslar í skúlanum. Sjúkrahúsini í økinum við býin Garissa, har gíslatøkan fer fram, klára ikki at taka ímóti øllum teimum særdu fólkunum frá lærda háskúlanum, ið er kringsettur. Særd fólk verða tískil flutt til onnur sjúkrahús í økinum. Eitt flogfar setti seg fyri løtu síðani í Garissa, ið skal flúgva særd fólk til Nairobi, har tey koma á sjúkrahús. Somaliska mótmælisrørslan, al Shabaab, ið hevur samband við al Qaeda, hevur tikið ábyrgd fyri gíslatøkuni í Kenja í morgun, skrivaði BBC News fyri løtu síðani. Her er veðurforsøgnin teir næstu fimm dagarnar. Sambært Hanusi Kjølbro, lærara á Sjónámi, verður páskaveðrið soleiðis, teir ymisku dagarnar Skírisdagur í dag Fyrst eitt lot av útnyrðingi. Seint í kvøld kemur vindurin av landsynningi sama vindferð eitt andøvsgul, 5 til 8 metur s. Skýggjað og turt allan dagin, og hitin fer at liggja nøkur stig oman fyri frostmarkið. Langa fríggjadag í morgin kemur vindur av landsynningi, 5 til 8 metur s tað er eitt andøvsgul. Tað verður skýggjað, stundum eitt sindur av regni. Hitin fer at liggja um 2 til 4 stig. Páskaaftan fer vindurin at koma av útsynningi og vestri veksandi upp í ein strúk í vindi, 10 til 14 metur s um middagsleitið. Skýggjað allan dagin, viðhvørt sirm ella regn. Hitin fer at liggja um 3 til 5 stig. Páskadag verður ættin útsynningur. Vindferðin fer at liggja um eitt stívt andøvsgul ella ein strúk í vindi, 8 til 12 metur s. Fyri tað mesta skýggjað og turt hitin fer at liggja um 4 til 6 stig. Annan páskadag verður ættin útsynningur ella vestan. Vindferðin fer at liggja um tað sama sum páskadag, eitt stívt andøvsgul ella ein strúk í vindi, 8 til 12 metur s. Skýggjað og turt fyri tað mesta hitin fer at liggja um 5 til 7 stig. Forsagnir, ið strekkja seg fleiri dagar fram, skulu altíð takast við einum ávísum fyrivarni, sigur Hanus Kjølbro, lærari og veðurkønur, á Sjónámi í Klaksvík. Bjargingarlið hava bjargað 63 av manningini, men framvegis eru 15 mans ikki komnir afturíaftur. Leitað verður framvegis eftir manningini, skrivar tíðindastovan, Tass, á Twitter. Sambært Tass vóru 78 russar umborð á trolaranum og 54 mans við øðrum tjóðskapi. Enn er ikki greitt, hví vanlukkan hendi. Russiskir myndugleikar kanna í løtuni, hví vanlukkan hendi. Hildið verður, at ein orsøk kann vera, at skipið hevur rent seg í ísflakar, og at hol er komið á skrokkin. Myndugleikarnir hava enn ikki váttað tíðindini. Kommunan hevur sum tann fyrsta orða ein integratiónspolitik, sum skal vera íblástur hjá øðrum kommunum at gera tað sama. Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, var 24. mars á fundi við Johan Dahl, landsstýrismann. Teir eru samdir um at arbeiða fyri einum felags integratiónspolitikki og átøkum, sum aðrar kommunur eisini kunnu seta í verk eftir tørvi og umstøðum. Á fundinum í Vinnumálaráðnum 24. mars, hevði David Im, verkætlanarleiðari hjá Klaksvíkar kommunu, millum annað eina framløgu, sigur Klaksvíkar kommuna í tíðindaskrivi. David Im greiddi á framløguni frá, at ein partur av verkætlanini er at lýsa umstøður, fyritreytir og ynski hjá tilflytarum, og eisini varð kunnað um spurnarkanning, sum er gjørd millum tilflytarar. Verkætlanin fevnir í fyrsta umfari um Klaksvíkar kommunu. Kortini er ikki óhugsandi, at átakið eisini kann brúkast í øðrum kommunum í landinum. Jógvan Skorheim, borgarstjóri, og Johan Dahl, landsstýrismaður, eru samdir um, at endamálið við átakinum skal vera at geva øllum kommunum í landinum eitt amboð at gera ein leist, sum kann skapa bestu karmarnar fyri integratión. Til dømis at hava neyðugu fólkini á vakt at gera skurðviðgerðir og standa fyri tilbúgvingini, um til dømis vanlukkur skuldu hent. Tað sigur stjórin á Landssjúkrahúsinum, Sigurð Ó Vang. Sigurð Ó. Vang heldur, at tær 16 milliónir krónurnar, sum landsstýrið ætlar at lata heilsuverkinum aftrat næsta ár, eru ov lítið, tí pengarnir millum annað verða etnir upp í dýrum heilivági, lønarhækkingum og øktum tali av viðgerðum og kanningum. Maud Wang Hansen, forkvinna í Føroya Pedagogfelag, heldur, at myndugleikarnir mugu gera upp við seg sjálvar, um teir vilja raðfesta økið, nú felagið noktar limum sínum at taka upp arbeiðið sum starvslærarar eftir 7. apríl. Eingin semja fekst millum Pedagogfelagið og Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum um samsýningina, sum pedagogar skulu fáa, tá tey eru vegleiðarar hjá teimum, sum eru í starvsvenjing. Tann seinni av teimum báðum svørtu kassunum frá Germanwings flogfarinum, ið datt niður í Alpunum týsdagin 24. mars, er nú eisini funnin, skriva útlendskir fjølmiðlar. Í svarta kassanum vónar franski ákærin at finna skrásetingar fyri øll tólini í flogfarinum, ið møguliga kunnu varpa enn meira ljós á, hví flogfarið datt niður. Tann fyrri av teimum báðum svørtu kassunum, ið inniheldur upptøkur úr stýrihúsinum, varð funnin stutt eftir at flogfarið datt niður í Alpunum. Stýrimaðurin á flogfarinum, Andreas Lubitz, fleyg helst øll 150 fólkini í deyðan, segði ákærumyndugleikin, eftir at hava hoyrt upptøkurnar í tí fyrra svarta kassanum. 144 ferðafólk og manningin, ið taldi seks fólk, lótu lív 24. mars, tá flogfarið hjá Germanwings, ið var á veg úr Barcelona í Spania til Dusseldorf í Týsklandi, datt niður. Ósemjan millum manningarfeløgini og Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum um lønina hjá teimum, sum sigla við strandfaraskipunum halgidagarnar, er framvegis ikki loyst, og málið endar nú aftur í gerðarrættinum. Annfinnur Garðalíð, formaður í Skipara og Navigatørfelagnum sigur við heimasíðuna hjá felagnum, at felagið hevur roynt at fingið semju í lag við við Lønardeildina. Tað hevur ikki borið á mál, tí verður málið nú aftur beint í gerðarrætin, sigur hann. Talan er um ósemju um siglingina langa fríggjadag og páskadag. Tað var stutt fyri jól, at ósemja tók seg upp millum manningarfeløgini og Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum, tí manningarfeløgini noktaðu limum sínum at sigla jóladag, tí ongin semja var um lønina fyri siglingina. Manningarfeløgini kravdu at fáa 100 prosent yvritíðarsamsýning fyri fullan arbeiðsdag, men tað vildi Lønardeildiní Fíggjarmálaráðnum ikki. Málið um arbeiðssteðgin varð tá beint í Gerðarrættin, sum gjørdi av, at arbeiðið kundi ikki leggjast niður, men avgerðin hjá Gerðarættinum segði onki um, hvørja samsýning starvsfólkini skulu hava. Sambært uppskotinum, sum Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, legði fram í Fíggjarmálaráðnum leygardagin, verður avlopið á fíggjarlógini næsta ár 56 milliónir krónur. Roknað verður eisini við nýggjum inntøkutiltøkum fyri 95 milliónir krónur. Hesar inntøkur skulu koma frá fiskivinnuni og alivinnuni, sum skulu gjalda meira til landskassan. Raksturin av føroyska samfelagnum næsta ár skal kosta fýra milliardir og 369,4 milliónir krónur. Íløgur skulu gerast fyri 273 milliónir krónur. Sjúkrakassagrunnurin hevur latið stuðul til tvey tiltøk á heilsøkinum. Autismufelagið hevur fingið játtað krónur 80.000 til Autismuráðstevnuna í ár, sum verður í Norðurlandahúsinum 17. og 18. september. Føroyafelag fyri Børn Ung við Føroyasjúkuni hevur fingið góðar 40.000 krónur til EPI seminar fyri børn við Føroyasjúkuni og avvarðandi teirra. Føroysk áhugafeløg kunnu søkja um stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk innan heilsuøkið í Føroyum. Feløg, ið umboða fólk, sum bera brek, sjúklingafeløg, feløg innan eldraøkið og fakfeløg kunnu søkja. Eingin umsóknarfreist er til at søkja um stuðul. Umsóknir verða viðgjørdar, so hvørt tær verða móttiknar, skrivar Sjúkrakassagrunnurin í tíðindaskrivi. Hesa ferð vitja vit songkvinnuna Gretu Svabo Bech í Miðvági og vit ummæla Føroyaportalin. Eisini hitta vit listakvinnuna Súsan í Jákupsstovu og steinbindarar heima á Sandi. Vit vitja eisini á Tjóðpallinum, har tey seta upp nýggjan leik og gleða seg til framtíðina, nú nýtt tjóðleikhús skal byggjast á Skálatrøð. Eitt álop á ein lærdan háskúla í afrikanska landinum, Kenja, skírisdag, kravdi 147 lív og 79 onnur vórðu særd, sigur Joseph Nkaiserry sambært AP. Sorgarleikurin byrjaði tíðliga hósmorgunin, tá vápnaðir menn tóku seg inn á lærda háskúlan og tóku tey lesandi á skúlanum til gíslar. Ein gíslatøka, ið vardi allan hósdagin. Gíslatøkan endaði í gjárkvøldið, tá vápnað herlið og løgregla skutu fýra gíslatakarar. Somaliska mótmælisrørslan, al Shabaab, ið hevur samband við al Qaeda, hevur tikið ábyrgdina á seg. Seks heimstjóðir skrivaðu í gjár, skírisdag, undir eina søguliga kjarnorkuavtalu, ið framyvir eisini kann verða við til at tryggja heimsfriðin. USA, Stóra Bretland, Frakland, Kina, Týskland og Russland samdust í gjár um eina røð av krøvum til umstríddu kjarnorkuætlanina hjá Iran. Í høvuðsheitum ber avtalan í sær, at partarnir eru samdir um, at neyvt eftirlit skal havast við kjarnorkuætlanini og kjarnorkuverkum í Iran næstu 10 árini. Samstundis byrjar ein longri semingsroynd eisini. Partarnir fara nú at royna at fáa eina endaliga avtalu uppá pláss, sum skal verða liðug í seinasta lagi 30. juni í ár. Barack Obama, amerikanski forsetin, fagnar nýggju kjarnorkuavtaluna, ið hann væntar, kann gera sítt til at heimsfriðurin kann tryggjast í framtíðini. Vegurin til nýggju kjarnorkuavtaluna hevur verið drúgvur og langur. Samráðingarnar um nýggju kjarnorkuavtaluna, ið varð skrivað undir í gjár, hava vart í 12 ár. Telist tú millum teirra, ið seinastu tvey árini hevur fylgt við amerikonsku sjónvarpsrøðini, House of Cards, kanst tú nú so smátt byrja at gleða teg aftur. Upptøkurnar til nýggju partarnar, ið verða vístir í næsta ár, byrja í summar, váttar framleiðarin, bert fimm vikur eftir at triðja røðin av House of Cards kom á Netflix. House of Cards sjónvarpsrøðin snýr seg um politikaran, Frank Underwood, ið náðileyst beinir allar neyðugar forðingar av vegnum fyri at gerast amerikanskur forseti. Sjónvarpsrøðin er bygd á eina stuttrøð hjá BBC. House of Cards var fyrsta royndin hjá Netflix at gera eina uppruna sjónvarpsrøð, ið bert kann síggjast á Netflix. Páskirnar hava higartil verið friðarligar hjá løgregluni, uttan á Tvøroyri, har løgreglan í nátt stongdi tvey skeinkistøð, tí tey ikki virdu halgidagslógina. Poltiið var á vitjan, tí skeinkistøðini skonktu aftaná midnátt. Loyvishavarin fær nú eina heilsan frá fútanum, sigur John Kruse, vakthavandi á politistøðini. Tað eru trupulleikar serliga á páskum, tí loyvishavarar halda, tey kunnu hava longri opið enn ásett er í halgidagslógini, sigur John Kruse við útvarpið. Tey bæði skeinkistøðini á Tvøroyri fáa nú eina bót sendandi, fyri ikki at virða ásetingarnar í halgidagslógini, sigur vakthavandi á politistøðini. Broytingin í søluni er ikki sjónlig í mun til til dømis vikur, tá fólk fáa løn ella aðrir halgidagar eru, sigur Guðrið Ellefsen, sølu og tænastuleiðari í Rúsdrekkasølu landsins. Seinastu árini hevur sølan í Rúsdrekkasøluni verið nakað tann sama á páskum hvørt ár. Heldur ikki í ár halda tey seg síggja nakrar serligar broytingar í søluni. Fólk keypa tó øðrvísi. Keypið til páskir er merkt av, at fólk keypa inn til páskamatin vín og og páskaøl. Sølan av spiritusi er óbroytt á páskum, sigur Guðrið Ellefsen, sølu og tænastuleiðari. Óhugnaligi illgrunin hjá franska ákæruvaldinum er nú váttaður, eftir at tann seinni svarti kassin í Germanwings flogfarinum, ið datt niður 24. mars, er funnin. Andreas Lubitz, ið var stýrimaður á túrinum úr Barcelona í Spania til D sseldorf í Týsklandi, stýrdi flogfarið í eitt berg har suðuri í fronsku Alpunum við beráddum huga. Tað er niðurstøðan hjá franska ákæruvaldinum, ið longu hevur rannsakað upptøkurnar í tí seinna svarta kassanum, ið varð funnin í gjár, skírisdag. Upptøkurnar vísa, at stýrimaðurin við sjálvstýraranum fleyg fólkini í deyðan. Harumframt broytti stýrimaðurin sjálvstýraran fleiri ferðir, so ferðin øktist, siga kanningarfólk sambært BBC. Í svarta kassanum, ið varð funnin í gjár, er skrásett, hvørja kós flogfarið hevði og upplýsingar um hæddina. Harumframt er eisini skrásett, hvørjar knøttar trýst varð á áðrenn flogfarið brast í bergið. Umleið 500 fólk arbeiða við at eyðmerkja líkini, og at fáa endaliga greiðu á, hví stýrimaðurin valdi at stoyta Germanwings flogfarið niður í Alpurnar har suðuri í Fraklandi 24. mars. Komandi tríggjar vikurnar ella so skal bjargingarbáturin til árligt eftirlit, sum báturin eisini er á hvørjum ári, hóast eftirlitið er heldur seinni í ár. Skuldi onkur uppgáva verðið, hava vit gjørt avtalu við sløkkiliðið um at teirra bátur, Thor, kann hjálpa til, sigur Torbjørn Durhuus á MRCC Tórshavn. Nú, orkuverkið í Vági verður bygt út, skal ein nýggjur motorur setast til, so verkið í framtíðini hevur fýra motorar, ið veita streym til sunnastu oynna í landinum. Hinir tríggir motorarnir á Vágsverkinum eru gamlir, og klára ikki at nøkta tørvin á el orku í Suðuroynni. Eftir ætlanini verður Vágsverkið liðugt bygt út í summar. Tað er eitt evni í sjokulátu, sum sjálvandi eisini er í páskareggi, ið hundar ikki tola, og tí kunnu gerast sjúkir, sigur Sverri Strøm, djóralækni. Fær hundurin hjá tær sjokulátu á páskum, kann hann gerast illa fyri, og í ringasta føri doyggja av sjokulátuni, hann fær, sigur djóralæknin. Sjokuláta er vandamikil fyri hundar. Teir fáa ólag i hjartarútmuna, og í ringasta føri kann hjartað hjá hundinum steðga, sigur Sverri Strøm. Er tað so óheppið, at hundurin kortini hevur fingið sjokulátu frá einum páskareggi, uttan tú hevur varnast tað, er bert eitt at gera. So mugu fólk seta seg í samband við djóralækna. Djóralæknin gevur hundinum okkurt, so hundurin spýr sjokulátuna upp aftur, sigur djóralæknin. Sjúkutekin hjá hundi, ið hevur fingið sjokulátu, vísa seg eftir 6 12 tímum, sambært heimasíðuni merckmanuals.com , har tú eisini kanst lesa meira. 1. juni í 2014 kom ein nýggj lóg í gildi í Grønlandi, ið gevur børnum rættindi at finna lívfrøðiliga pápan. Børnini kundu ikki krevja at vita, hvør lívfrøðiligi pápin var, áðrenn lógin kom í gildi. Higartil hava í minsta lagi 12 børn í landinum brúkt lógina fyri at finna fram til lívfrøðiliga pápan hjá sær, skrivar grønlendska kringvarpið á heimasíðuni, knr.gl Áðrenn lógin kom í gildi, høvdu grønlendsku myndugleikarnir tryggjað sær, at Grønland kundi fáa rættarhjálp úr Danmark, skuldi tað gerast neyðugt. Málini eru kortini ikki so mong, at neyðugt hevur verið at biðja um hjálp í Danmark, til at loysa faðirskaparmálini, sigur Kirsten Thomassen, dómari í Grønlandi, sambært KNR. Tey tólv nýggju faðiarskaparmálini, ið eru komin síðan lógarbroytingina 1. juni í 2014, eru í rættardømunum í Kujalleq, Sermersooq og Qeqqa. Kjarnorkuavtalan, sum Iran og limirnir í Trygdarráðnum hjá ST og Týskland skrivaðu undir í gjár, hevur stóran týdning upp á fleiri mátar. Tað sigur Niels Bjerre Poulsen, lektari í amerikonskum viðurskiftum á Syddansk Universitet. Vegurin til nýggju kjarnorkuavtaluna hevur verið drúgvur og langur. Samráðingarnar hava vart í 12 ár. Nú er ein avtala gjørd, men talan er enn bert um eina fyribils avtalu. Ætlanin er, at endaliga avtala skal undirskrivast 30. juni spurningurin er so, um vit kunnu rokna við tí. Beinleiðis úr Rúminum er ein nýggjur táttur, har vit bjóða ungum tónleikarum inn at spæla eitt lag. Hesa ferð hava vit fingið 23 ára gomlu Gvøðny Mariu Áarstein at syngja eina vísu fyri okkum. Hon syngur vísuna Sv ngom eftir Stefan Sundstr m. Gvøðny hevur gingið á vísulinjuni á Nordiska Folkh gskolan í Kung lv í Svøríki. Lagt til rættis og filmað hava Sonja Wang Hansen og Gunnhild Persson. Tað var hósdagin, at vápnaðir menn frá yvirgangsfelagsskapinum al Shabaab lupu á lærda háskúlan í kenyanska býnum og drupu 147 og løstaðu 80 fólk. Tað segði iranski forsetin, Hassan Rouhani, sambært Ritzau og Reuters í gjár, dagin eftir, at stórveldini við USA á odda vórðu samd við Iran um, at Iran skal beina fyri møguleikanum at framleiða kjarnorkuvápn. Í beinleiðis røðu í iranskum sjónvarpi í gjár segði forsetin í landinum, Hassan Rouhani, at Iran fer at halda nýggju kjarnorkuavtaluna. Hetta treytað av, at hinir partarnir í avtaluni eisini halda tað, teir hava lovað. Avtalan, sum limirnir í ST trygdarráðnum og Týskland hava gjørt við Iran hevur við sær, at Iran sleppur ætlanunum um at framleiða kjarnorkuvápn, men revsitiltøkini mótvegis landinum linka. Talan er tó bert um eina fyribilsavtalu endaliga avtalan verður skrivað undir 30. juni. Kortini verður henda avtalan mett at verða sera umráðandi og týdningarmikil. Uttanríkisráðharrin í Iran, Mohammad Javad Zarif, sum var við at gera avtaluna í Sveits hósdagin, fekk eina megnar móttøku, tá hann kom aftur til iranska høvuðsstaðin Teheran í gjár. Trýstttangin, sum verður nýttur til at viðgera kavarasjúku, verður seinni í mánaðinum fluttur úr hølunum hjá Vørn á Hjalla til nýgjørd høli á Landssjúkrahúsinum. Hendir tað, at onkur fær kavarasjúku hesa vikuna, so hava myndugleikarnir avgjørt at flúgva tey, ið fáa kavarasjúku, til landssjúkrahúsið í Reykjavík ella til Aberdeen. Tað er eitt vánaligt hugskot, heldur Róin Erlendsson Simonsen, ið er útbúgvin vinnukavari. Róin Erlendsson Simonsen, ið hevur starvast sum vinnukavari í tvey ár, mælir ístaðin til, at øll kaving verður steðgað hesa vikuna, trýsttangin í Føroyum er óvirkin. Stríð hevur verið um, hvørt tað er Fiskimálaráðið ella Heilsumálaráðið, sum hevur ábyrgdina av tanganum og skal fíggja hann. Men endaliga avtalan gjørdist, at Heilsumálaráðið skal hava og reka tangan. Tí verður hann fluttur frá Vørn til Landssjúkrahúsið. Ein góð loysn, heldur Róin Erlendsson Simonsen. Tíggju netmiðlar tók lut á stovnandi fundinum í dag. Formaður er Árni Gregersen. Hann sigur, at hóast netmiðlarnir eru kappingarneytar, hava teir eisini fleiri felags áhugamál. Tað er teimum, sum felagið fer at virka fyri. Treytin fyri limaskapi er, at miðilin er virkin á netinum og ikki gevur pappírsbløð út. Formaðurin væntar, at allir netmiðlar vera í felagnum. Tað ber í sær, at eingin fær Rógva aftur, sama hvussu honum gongst í dag. Rógvi telvar í dag móti Martin Poulsen. Líkt er til, at on line sambandið til borðið hjá Rógva og Martin er farið, tí har er eingin leikur fluttur leingi. Líkt er til, at Martin Poulsen hevur munin, men meira vita vit ikki sum er. Men uttan mun til hvussu leikur endar á hesum borði, so stendur greitt, at Rógvi Egilstoft Nielsen er nýggjur føroyameistari í ár. Í Skálabotni í Eysturoynni koyrdi ein bilur út fyri ein annan bil á landsvegnum í gjárkvøldið. Bilarnir fingu skaða, men fólkini í bilunum sluppu frá óhappinum uttan skaða. Í nátt vitjaði løgreglan dansi og skeinkistøð. Í einum staði var ein, sum spældi gittar. Og tað var ikki loyvt í nátt. Livandi tónleikur er forboðin, og tað er heldur ikki loyvt at dansa páskanátt. Tó er loyvt at spæla tónleik, bara ikki livandi tónleik. So maðurin, sum dittaði sær at spæla gittar í nátt, fekk boð um at leggja gittarin frá sær, og tað gjørdi hann so. Tað er heldur ikki loyvt at ganga á takinum á FK í miðbýnum í Havn. Tað gjørdu kortini nakrir í morgun. Tað er brot á politiviðtøkuna, og menninir á FK takinum fáa bót fyri tað, upplýsir løgreglan. Seinni í morgun stóð ein maður og dukaði á eina hurð. Konan innanfyri visti ikki, hvør maðurin var, og ringdi eftir løgregluni. Tá løgreglan kom á staðið eina løtu seinni, og maðurin framvegis bankaði upp á fyri at sleppa inn, funnu tey út av, at maðurin, sum var eitt sindur drukkin, var farin á skeiva hurð. Í Eysturoynni koyrdi ein maður bil. Tað er loyvt, men ikki, tá tú hevur drukkið. Tað metir løgreglan, at maðurin hevði gjørt. Hann bar við eina konu, sum datt og meiddi sær armin. Løgreglan fann ikki mannin beinanvegin, men eftir eina løtu varð hann funnin, og blóðroynd er nú tikin. Og í Vágum vóru fólk ikki heilt samd. Ein kona og ein maður vóru farin at skeldast. Tað endaði við, at maðurin skumpaði konuna, sum so sló mannin í høvdið við einum glasi. Hvørki av hesum er loyvt, og løgreglan kannar tí eisini hetta málið. Limirnir í Lærarafelagnum eru nøgdir við nevndina í felagnum. Í hvussu so er stillaði eingin upp móti formanninum og tveimum nevndarlimum, sum standa fyri vali á aðalfundinum tann 18.apríl. Freistin at stilla var til klokkan tíggju fyrrapartin í gjár, og tá høvdu bara Herálvur Jacobsen, formaður, og nevndarlimirnir Maria V. Hansen og Jákup av Skarði stillað upp. Tey verða tí afturvald uttan atkvøðugreiðslu á aðalfundinum. Hetta kann sjálvandi takast sum ein álitisváttan til nevndina og tað arbeiðið, sum nevndin hevur gjørt. Men tað kann órógva eitt sindur, at áhugin fyri at vera við í nevndararbeiðinum ikki er størri, sigur Herálvur Jacobsen, formaður Lærarafelagsins, á heimasíðu felagsins. Í januar og februar vóru nevndarlimir í Læraragfelagnum á limafundum kring landið. Hóast okkurt var, har limirnir hildu, at nevndin hevur gjørt ov lítið, millum annað við at fáa ásettar førleikaviðbøtur, so var ónøgdin nógv størri við politisku myndugleikarnar, sum bjóða fólkaskúlanum so trongar karmar at virka í, stendur á heimasíðu Lærarafelagsins. Fyrr í ár hava Bakkafrost Farming og Marine Harvest fingið góðkenningar frá Umhvørvisstovuni at brúka rognkelsi sum reinsifisk, ávikavist við Kunoyarnes og har norðuri í Sundalagnum. Í treytunum fyri at brúka rognkelsi leggur Umhvørvisstovan serligan dent á, at alifeløgini skráseta tal og felli, og tryggja, at rognkelsini ikki sleppa úr ringunum. Úrslitið av fólkaatkvøðuni í Danmark um fyrivarnini, sum Danmark hevur viðvíkjandi løgreglu og dómsvaldi í ES, kann fáa avleiðingar í Føroyum og Grønlandi, hóast londini ikki eru í ES. Í seinasta lagi í mars næsta ár verða veljararnir í Danmark spurdir, um Danmark skal strika síni fyrivarni og í staðin fyri velja tær ES fyriskipanir um løgreglu og dómsvald, sum Danmark vil hava. Hetta kann hava við sær broytingar hjá løgregluni og dómsvaldi í Føroyum og Grønlandi, hevur grønlendska kringvarpið, KNR, fingið upplýst frá danska Løgmálaráðnum. Danska stjórnin og aðrir flokkar í fólkatinginum vilja strika fyrivarnini fyri at kunna vera við í stríðnum hjá ES móti brotsgerðum, sum ikki virða landamørk. Vandi er fyri, at Danmark ikki sleppur at halda fram í Europol, sum er løgreglusamstarvið hjá ES, um Danmark ikki broytir síni fyrivarni. Gevur fólkaatkvøðan undirtøku fyri at strika fyrivarnini, kann Danmark velja at seta í gildi 22 nýggjar reglur hjá løgreglu og dómsvaldi at virka eftir, so sum reglur um fólkahandil og kynsligan yvirgang móti børnum, sum ES vil hava at vera eins í øllum limalondunum. Sambært Løgmálaráðnum í Keypmannahavn fáa landsstýrini í Føroyum og Grønlandi broytingar, sum fara at ávirka londini, til hoyringar. Landsstýrið í Føroyum er farið at fyrireika seg til møguligar broytingar eftir fólkaatkvøðuna, millum annað tí tað kann henda, at avgerðarrættur verður fluttur úr Keypmannahavn til Brússel, men avgerðarrætturin viðvíkjandi Føroyum og Grønlandi framvegis verður í Keypmannahavn. Felagið noyðist at stríðast móti sparingum og avmarkingum í fólkaskúlanum, sigur formaðurin í Lærarafelagnum, sum stillar uppaftur Mount Everest 25 mai í 2014 kom Arni Vatnhamar sum fyrsti føroyingur nakrantíð upp á ovasta tindin á heimsins hægsta fjalli, Mount Everest. Arni og toymi hansara høvdu upptøkutól við. Vit fara í sendingini at fylgja Arna Vatnhamar undir fyrireikingunum í Keypmannahavn, vit práta við familjuna, og vit eru eisini við á vandamiklu og sera avbjóðandi ferðini upp. Lagt til rættis Brandur H. Funningsstovu Føroyski landsliðsleikarin Brandur Olsen er við í hópinum hjá FC Keypmannahavn, sum í dag skal dystast við Brøndby í bestu donsku deildini. Dysturin millum Brøndby og FCK er at rokna sum ein av teimum størstu dystunum í Danmark. 19 ára gamli føroyingurin skal tó neyvan rokna við at byrja inni. Higartil er hann skiftur inn í fýra dystum fyri besta liðið hjá FCK. Tríggjar í steypakappingini og ein í UEFA Cup. Hin føroyingurin í bestu donsku fótbóltsdeildini er Gilli Sørensen. Hann er eisini við í hópinum, tá AaB í dag skal dystast við Randers. Og eitt sindur meiri um landsliðsleikarar í Danmark, tí Hallur Hansson, sum var leikbannaður, tá Føroyar spældu í móti Rumenia, spældi ein góðan tíma fyri FC Vendsyssel í næstbestu donsku deildini í gjár. In.fo endurgevur danskt sjónvarp fyri at siga, at Hallur Hansson ikki var nóg ágrýtin í samband við 2 1 málið. Hinvegin var føroyski landsliðsleikarin nær við at javna til 2 2 men tað gjørdi hann ikki. Vegurin á Bryggjubakka í Havn verður nú stongdur til á ólavsøku. Hetta hendir í sambandi við at vegurin á Bryggjubakka verður gjørdur av nýggjum. Ein trappa verður gjørd millum Bryggjubakka, Boysensgarð og Mylnugøtu tað er har sum gamla Perlan stóð og tí verður Bryggjubakki stongdur frá Vágsbotni til Bringsnagøtu frá í morginári klokkan08.00 og til á ólavsøku. Í hesum tíðarskeiðinum skulu øll sum hava ørindi úti á Reyni fara eftir eftir Húsabrúgv, stendur á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu. Seinastu tvey árini er áhugin hjá dønum fyri umhvørvinum tvífaldaður. Danska Information vísir til eina kanning, sum Eurobarometur hevur gjørt, ið sigur, at 28 prosent av dønum halda, at verja av umhvørvinum er størsta politiska avbjóðingin í Danmark. Í 2012 var hetta talið 12 prosent. Bara spurningarnir um arbeiðsloysi og útlendingapolitikkur fyllir meira millum danir. Í Føroyum hava umhvørvisverja og umhvørvistrupulleikar ikki fylgt nógv men tað broytist spakuliga, metir Ragnheiður Bogadóttir, nevndarlimur í Føroya Náttúru og Umhvørvisfelag. Áhugin fyri kappingum í telduspølum er sera stórur í Føroyum. Tað sigur Arnar Longberg, sum hevur staðið fyri stórari kapping í telduspølum í Reinsarínum í Havn um vikuskiftið. Pláss var fyri 120 ungdómum, men áhugin var nógv størri enn tað Løgreglan fekk í gjár fráboðan um at millum 10 og 15 seyðir vóru funnir deyðir í einum seyðahúsi við Stóravatn á Sandi. Seyðirnir høvdu ligið deyðir í nakrar dagar tá ein maður kom fram á teir í seyðahúsinum. Løgreglan hevur havt fólk á staðnum og sambært løgregluni eru seyðirnir ivaleyst farnir inn at kroka. Hildið verður, at seyðirnir hava verið so grammir at sleppa sær innum undan einum æli, at teir eru komnir til at skumpa hurðina, sum gongur inneftir, aftur, uttan møguleika at fáa hana uppaftur, sigur vakthavandi á politistøðini. Málið varð meldað til løgregluna í gjár sum í løtuni kannar nærri, hvat er hent. Tann sum eigur seyðirnar er staddur uttanlands og løgreglan hevur ikki tosað við hann enn. Sum málið sær út í løtuni verður hildið at talan var um eitt óhapp. Seyðahúsið talan er um, hevur verið brúkt í nógv ár. Nógv lív var í Klaksvík síðst í 60unum og fyrst í 70unum. P F Stella og Laksafossbrøðurnir komu við nýggjum hekkutrolarum til flakaframleiðslu. Anthonius Olsen og aðrir vóru við í Noregi eftir øðrum trolaranum. Handilsmenn og aðrir í Klaksvík hildu ferðasamband sítt vera ov vánaligt og løgdu trýst á kommunustýrið og løgtingið um eina tíðarhóskandi ferju um Leirvíksfjørð. Burtur úr kom bilferjan Ternan. Við nýggju ítróttarhøllini, tí fyrstu í Føroyum, vóru eisini góðir møguleikar fyri undirhaldi, sjónleiki og stuttleika í Klaksvík. V4 í Klaksvík í januar 1972 var ein stórhending. Í morgin skipar Magistarafelag Føroya fyri fyrilestrarrøð um týdningin, rættin og skylduna hjá fólki at bera fram sína fakligu vitan og at rópa varskó Fyrilsetrarrøðin er ein liður í at varpa ljós á arbeiðið hjá Magistarafelagnum, sigur Mass Hoydal, sum er nevndarlimur í Magistarafelagnum, og hevur skipað fyri fyrilestrarrøðini. Oyggjaleikalandsliðið í golf úttikið Tórshavnar Golffelag hevur nú úttikið spælararnar, sum skulu umboða Føroyar á golfbreytunum í sambandi við Oyggjaleikirnar á Jersey í summar. Frammanundan var greitt, at Finngerð Sólbjørg Clark, sum einasti kvinnuligi leikari, og Bo Knudsen, ið vann felagsmeistaraheitið eisini kallað óalmenna føroyameistaraheitið í 2014, skuldu við til leikirnar. Seinastu dagarnir hevur úttøkukapping verið á golfbreytini á Glyvursnesi um tey seinastu trý plássini, og úrslitið av úttøkukappingini samstillað við úrslitini av øllum hinum kappingunum, sum eru spældar á Glyvursnesi undanfarnu 12 mánaðirnar, endaði við úttøkuni av hesum trimum spælarunum Ragnar Isaksen, Óskar Eiríksson og Janus Norðberg. Á Jersey verður spælt fýra ferðir 18 hol í døgunum 30. juni til 3. juli. Spælt verður á tveimum breytum, Royal Jersey Golf Club og La Moye Golf Club. Bárður á Steig Nielsen, formaður í løgtingsins fíggjarnevnd, vísir á, at ein stórur partur av inntøkunum til landshúsarhaldið skal koma frá fiski og alivinnuni, og gjøldini skulu ásetast í nýggju fiskivinnulógini. Sjálvandi ætlaði eigarin ikki at gera enda á seyðinum, men her eru so í øllum førum tvey brot framd á djóraverndarlógina, sigur Peter Østerg rd, sambært vp.fo Hann vísir á, at húsið ikki er innrættað rætt, um seyðurin av sær sjálvum verður innilæstur. Ásetingin um vanrøkt og óneyðuga líðing er avgjørt heldur ikki hildin, tá seyðurin hevur verið uttan uppsýn so leingi, at hann doyði av tí, sigur Peter Østerg rd. Tað var á páskum, at fleiri deyðir seyðir vórðu funnir í einum seyðahúsi við Stóravatn á Sandi. Málið varð meldað til løgregluna, ið heldur, at talan var um eitt hendiligt óhapp. Rættarlæknar arbeiða í løtuni við at eyðmerkja øll líkini, ið eru funnin í hópgrøvunum. Hildið verður, at útivið 1700 hermenn vórðu grivnir í grøvunum. Vit hava grivið tey fyrstu líkini upp í dag, og tað var ikki nøkur tespilig sjón, segði ein talsmaður fyri myndugleikarnar við tíðindastovuna, Reuters, sunnudagin. Nakrar hópgravir eru í býnum har fyrrverandi irakiski forsetin, Saddam Hussein, búði. Býurin hevur virkað sum høvuðsstøð hjá Islamiskum stati síðani Hussein doyði. Gertrude Weaver bleiv heimsins elsta núlivandi kvinna, eftir at ein onnur kvinna í Japan, ið var 117 ára gomul og sostatt heimsins elsta, doyði í seinastu viku, skrivar tíðindastovan, AP . 116 ára gamla Gertrude Weaver, ið búði í amerikanska býnum Little Rock í Arkansas, hevði kortini ongar ætlanir um at fara hiðani júst nú, nú hon legði ætlanir fyri 117 ára føðingardagin. Í seinastu viku fortaldi Weaver starvsfólkunum á ellisheiminum, har hon búði, at tá hon fór at halda føðingardag 4. juli í summar, ætlaði hon millum annað at bjóða Obama í føðingardag. Í løtuni bíðar Jógvan eftir svari frá plátufelagnum Sony, sum eigur fyrsta rætt til samstarv við føroyingin, um eina møguliga útgávu. Um Sony ikki ætlar at taka samstarv upp, fer Jógvan kortini at taka upp egnan tónleik. Hyggjuráðini er fastur táttur í morgunsendingini. Serfrøðingar á ymiskum økjum vitja studio 5, og lurtarar kunnu spyrja um tað, teimum lystir Ráðharrar og embætisfólk avgerða ofta sjálvir, hvussu nógv verður skrivað í ein lógartekst, ella eitt uppskot, sum skal leggjast fyri Fólkatingið, hetta fyri at tryggja sær meirilutan í Fólkatinginum. Ofta kann hetta liggja uttanfyri lógarinnar karmar, men so er stóri spurningurin hvussu ólólig gerðin er, áðrenn sak kann reisast. Hetta kemur fram í nýggju bókini Mørkelygten hjá danska rithøvundinum, Jesper Tynell. Hann hevur tosað við embætisfólk og juristar í ymisku ráðharraráðunum, og fingið váttanir fyri, at ikki altíð eru avgerðinar so stovureinar, sum tær burdu verið. Hoyr samrøðuna við Jesper Tynell, sum vitjaði sendingina Góðan Morgun Føroyar Fíggjarnevndin skal millum annað viðgera trý ríkislógartilmæli, sum skulu tryggja, at lóggávan undir føroyska bankakervinum samsvarar við lóggávuna í Danmark og í ES. Basel III leiðreglurnar, sum ætlanin er at seta í verk í Føroyum, komu í kjalarvørrinum á fíggjarkreppuni. Tær hava til endamáls at styrkja um fíggjarfyritøkur, so tað almenna sleppur undan at bjarga teimum, tá fíggjarkreppur stinga seg upp, stendur í lógaruppskotinum. Fyri at lóggávan á bankaøkinum í Føroyum, sum er danskt málsøki, skal vera á hædd við lóggávuna í Danmark, er neyðugt at seta í gildið ES lóggávupakkan, í Føroyum, stendur í lógaruppskotinum, sum Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fígjarmálum, hevur lagt fram. Eisini í Mentanarnevndini eru nógv mál á skránni í morgin, tey eru 12 í tali. Nevndin skal millum annað viðgera tvey nýggj lógaruppskot, eitt um stuðul til privatar fjølmiðlar, og hitt er uppskot til løgtingslóg um upphavsrætt. Løgtingið hevur samtykt at seta játtan av til miðlastuðul til privatar miðlar í 2015, men lógargrundarlag má fáast fyri at stuðulin kann latast. Lógaruppskotið skal millum annað fevna um at stuðla útbreiðslu av fjølmiðlatilfari og at stuðla redaksjonellum arbeiði, stendur í lógaruppskotinum, stendur í uppskotinum. Tað var kanska í fimtiárunum, at ungdómurin sum serstakt fyribrigdi kyknaði upp sum nýrák innan bókmentir og filmslist við. Pubertetsskaldsøgur gjørdust vanligar innan prosabókmentir tey árini. Kanska var skaldsøgan Forbannaði ungdómur hjá Salinger í 1951 byrjanin til nýggja rákið. Rithøvundurin Jack Kerouc er á somu rás við bókum sum eitt nú On the road . Við honum gjørdist beatnikrákið sjónligt í ungdómsbókmentunum. Tað uppreistrarsinnaða er serliga sjónligt í skaldsøguni Ung vreiði , sum John Osburne skrivaði í 1958. Í Danmark koma í 1958 tvær skaldsøgur, skyldar við sama evni. Talan er um fyrstu skaldsøgurnar hjá tveimum av virknastu prosahøvundum í Danmark eftir seinna heimsbardaga, Klaus Rifbjerg og Leif Panduro. Her er helst talan um nýrealistiska modernismu í donskum bókmentum. Hetta árið lótu teir úr hondum sínar fyrstu skaldsøgur. Klaus Rifbjerg skrivaði Den kroniske uskyld og Leif Panduro Rend mig i traditionerne . Um tær kann fyrst stutt sigast, at báðar eru vorðnar klassikarar í donskum bókmentum. Sama ár kemur virknasti núlivandi føroyski prosahøvundur, Jens Pauli Heinesen, við sínari fyrstu skaldsøgu Yrkjarin úr Selvík . Spurningurin er so, um hon kann flokkast sum ein føroysk samtíðarpubertetsskaldsøga. Páskaaftan doyði Klaus Rifbjerg, 83 ára gamal. Hann er ein hin mest lisni rithøvundurin í Danmark.Vit nýta høvið til í Stafettini at endursenda orðaskifti í Listatáttinum í sendingini Bylgjan 24. apríl 2008 um eitt nú Klaus Rifbjerg, Jens Paula Heinesen og aðrar. Løgmaður vil ikki svara einum grein 52 fyrispurningi frá Kristinu Háfoss í Tjóðveldi um broytingar í lógini um peningastovnar í Føroyum, ið landsstýrið hevur lagt fyri tingið. Lógarverkið er umfatandi broytingarnar og viðmerkingarnar eru tilsamans 1620 síður. Kristina Háfoss í Tjóðveldi vildi hava at vita frá løgmanni, hví landsstýrið hevur lagt uppskotið fram, hóast løgfrøðiligu serfrøðingarnir í landsstýrinum vísa á, at uppskotið flytur lóggávuvald frá løgtinginum til danskan ráðharra. Kristina Háfoss spurdi eisini, hvussu landsstýrið ætlar at bera seg at í teimum førum, Danmark flytur sítt lóggávuvald til ES, meðan Føroyar enn eru undir danskari lóggávu. Men Kaj Leo Holm Johannesen ber seg undan at svara. Løgmaður sigur, at málið er í fíggjarnevndini, har Kristina Háfoss eisini er limur. Fíggjarnevndin er rætta forum at seta slíkar spurningar, sigur løgmaður. Løgmaður vísir á, at málið longu hevur verið til umrøðu í fíggjarnevndini, har eitt nú landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, løgmaður og umboð fyri peningastovnarnar hava svarað spurningum frá nevndini. 36 prosent av teimum ungu millum 15 og 24 ár kenna seg bundin av teimum sosialu miðlunum, staðfestir nýggj kanning hjá Odense kommunu, sambært Kristeligt Dagblad . Talið fyri alt Danmark er helst umleið tað sama, hóast kanningin er gjørd í Fyn, sigur Malene Charlotte Larsen, professari í sosialum miðlum í Aalborg Universitet. Hon vísir á, at tað ikki neyðturviliga nýtist at vera ein trupulleiki, at tey ungu eru bundin av sosialu miðlunum, sigur Malene Charlotte Larsen sambært Kristeligt Dagblad. Talan er um misbrúk, tá tey ungu ikki fáa í lag at gera onnur ting, tí tey brúka so nógva tíð á sosialu miðlunum, sigur Malene Charlotte Larsen, professari. Tað er umráðandi, at foreldur eisini vísa veg og seta mørk. Foreldur kunnu sjálvi byrja við at halda frí frá arbeiðinum í ferium, sigur Anne Mette Thorhauge við Kristeligt Dagblad. Lági oljuprísurin rakar nú av álvara vinnulívið í Noregi, og fyritøkur, sum eru heftar av inntøkum frá oljuni, ávara ímóti at bremsa ov harðliga, sum tikið verður til. Barometrið váttar, at fallið í oljuprísinum rakar búskapin, siga búskaparfrøðingar, og vísitølini hava ikki verið so lág, síðani fíggjarkreppan byrjaði. Líkt er eisini til, at lítil og eingin vøkstur verður í norsku bruttotjóðarúrtøkuni í ár. Fronsku myndugleikarnir eru givnir at leita eftir líkunum av teimum 150 fólkunum, sum vóru við týska flogfarinum, ið stýrimaðurin rendi í eitt berg í fronsku alpunum 24. mars. Arbeiðið at eyðmerkja líkini við DNA royndum heldur fram, men leitingin er steðgað, upplýstu myndugleikarnir sambært BBC á páskum. Fleiri vikur kunnu ganga, áðrenn fólkini, sum vóru við týska Airbus flogfarinum, eru eyðmerkt. Ein løgregluovasti upplýsir, at í næstu viku verður farið at taka vrakpettini av flogfarinum burtur av vanlukkustaðnum. Skírisdag var hin svarti kassin í flogfarinum bjargaður. Upptøkurnar vísa, at alt bendir á, at tað var stýrimaðurin, Andreas Lubitz, sum við vilja rendi flogfarið inn í bergið í fronsku alpunum. Í innslagnum verður tosað við einliga mammu við tveimum børnum. Hon arbeiðir fulla tíð, men tað er ikki nóg mikið til at forsyrgja familjuni. Endaliga støðan í landsliðsbólkinum í talvi gjørdist, at Rógvi Egisltoft Nielsen gjørdist sum sagt føroyameistari, hann fekk tilsamans seks og eitt hálvt stig. Tað vísir ein greinging av roknskapunum hjá 25 mjólkarbóndum, sum granskoðaravirkið Januar hevur gjørt. Tilsamans hava hesir 25 mjólkarbøndurnir latið MBM umleið 80 prosent av allari innvigaðu mjólkini. Í almennu ársroknskapunum eru ikki serliga nógvar upplýsingar, men tær vísa, hvussu raksturin í høvuðsheitum hevur hilnast tey einstøku árini, og hvussu rákið í vinnuni er, stendur í greiningini hjá Januar. Sambært greiningini er tað serstakliga eykastuðulin til hoyggj, sum er játtaður mjólkarvinnuni frá 2012 til 2017, sum ger, at úrslitið hjá mjólkabóndunum er batnað. Tilsamans verða 24 milliónir krónur játtaðar í studningi hesi seks árini. Skal studningurin verða ein varandi hjálp hjá vinnuni, er neyðugt, at ein partur verður brúktur at velta fyri. Búnaðarstovan hevur mett, at 500 hektarar skulu veltast aftrat, skal tað gera nakran mun. Umframt meiri studning, fingu mjólkarbøndur meiri fyri mjólkina í fjør, og eisini er prísurin á kraftfóðri lækkaður. Nú Iran, tey fimm føstu limalondini í ST trygdarráðnum og Týskland hava gjørt nýggja kjarnorkuavtalu, er líkt til, at altjóða handilstiltøkini móti Iran verða linkað, og tað kann fáa týdning fyri Grønland. Longu í 2013 bað iranski sendiharrin í Danmark um fund við fólkatingskvinnuna, Doris Jakobsen, um møguleikar fyri samhandli millum Grønland og Iran. Hamid Bayat, sendiharri, segði, at Iran hevur áhuga fyri at innflyta fisk og at samstarva við Grønland um gransking og tøknifrøðiliga menning. Samráðingarnar steðgaðu, men nú ein kjarnorkuavtala er gjørd, mælir Doris Jakobsen grønlendska landsstýrinum til at taka sambandið við Iran uppaftur. Tað hevur stóran týdning fyri Grønland, at ein peningasterkur marknaður sjálvur vendir sær til okkara og biður um at sleppa at keypa okkara fisk, sigur Doris Jakobsen. Doris Jakobsen heitir á landsstýrið um at taka sambandið við iransku myndugleikarnar uppaftur, so Grønland er til reiðar, tá tiltøkini verða sett úr gildi. Týskland hersetti Grikkaland frá 1941 til 1945, og grikkar hava fleiri ferðir síðani kravt endurgjald frá týskarum. Nýggjasta kravið kemur samstundis sum Grikkaland búskaparliga liggur í andaleypi, og vandi er fyri, at ríkiskassin verður tómur. Eygleiðarar í Týsklandi vænta tó ikki, at Týskland fer at koma við nakrari almennari viðmerking til grikska endurgjaldskravið, hóast týska stjórnin er um at missa tolið við Grikkalandi, og meiningakanningar vísa, at meiri enn helvtin av teimum spurdu vilja hava Grikkaland úr evrusamstarvinum. Týskland hevur eisini fleiri ferðir sagt, at grikska kravið er fyrnað. Herdeildirnar hjá Hitler drupu 130.000 grikkar undir seinna heimsbardaga. 70.000 vórðu send í týningarlegur, og 130.000 fólk doyðu í hungri. Nógvir grikkar hava givið Týsklandi skyldina fyri skuldarkreppuna, sum landið er endað í. Tað eru ofta langir, strævnir dagar, og tað er mín uppgáva at loysa allar teir ymsu trupulleikarnar, sum ferðafólkini nú einaferð kunnu hava á ferðini. Trupulleikarnir kunnu vera alt frá burturmistum viðføri til deyðsfall á gistingarhúsinum, sigur Lillian Dalsgaard. Fyri tveimum árum síðani valdi hon at veittra trygga gerandisdegnum í Føroyum farvæl og ístaðin fara undir størstu avbjóðingin nakrantíð at útbúgva seg ferðaleiðara. Hesa tíðina, eg havi arbeitt sum ferðaleiðari, havi eg lært eina rúgvu. Bæði um menniskju sum heild men eisini um meg sjálva sum persón. Í starvinum havi eg upplivað í gleðiligar, dramatiskar og syrgiligar hendingar, og tað er nakað, sum eg ikki hevði viljað verið fyri uttan, sigur Lillian Dalsgaard, sum hevur arbeitt í Rhodos, Turkalandi, Kap Verde og Meksiko. Skráin hjá Jakob Brønnum í Hoyvíkar kirkju er henda mikukvøldið 8. apríl klokkan21 Kærleikin er at býta. U2 og Bíblian. Hóskvøldið 9. april klokkan19.30 Sangir við himinsins portur Bob Dylan og Bíblian og fríggjakvøldið 10. apríl klokkan20 kirkjukonsert U2, Dylan og eitt einstakt Beatles lag. Oyggjaleikirnir á Jersey fara av bakkastokki 27. juni til 3. Á oyggjaleikunum fara føroyingar at kappast í 12 ítróttagreinum. Tær eru, Bogaskjóting, Frælsur Ítróttur, Badminton, Kurvabóltur, Súkkling, Skjóting, Borðtennis, Tennis, Golf, Flogbóltur og Strandarflogbóltur, Triathlon og Svimjing. Tórshavnar Golffelag hevur úttikið spælararnar, sum skulu umboða Føroyar á golfbreytunum til Oyggjaleikirnar. Oskar Eirkisson er ein teirra, og hann var í sendingini Góðan Morgun Føroyar Svenski tenorsangarin Mats Carlsson og klaverleikarin Love Derwinger syngja og spæla eina norðurlendska skrá við serligum denti á Carl Nielsen og Jean Sibelius, sum báðir hava jubilæum í 2015. Carl Nielsen og Jean Sibelius vórðu føddir fyri 150 árum síðan og verða báðir mettir sum tjóðartónasmiðjir. Framførlan verður verður ein blanding av konsert og frásøgu um lívið hjá Carl Nielsen og Jean Sibelius. Á skránni verða eisini aðrir norðurlendskir sangir og klaververk. Magni Mohr, lektari á Fróðskaparsetri Føroya, hevur skrivað nýggja grein, sum er almannakunngjørd í altjóða vísindaliga tíðarritinum um effektina av koffein og natrium bicarbonatinntøku á evnini at fremja krevjandi kropsligt arbeiði. Greinin er framd í samstarvi ímillum Fróðskaparsetur Føroya, University of Exeter í Bretlandi og Københavns Universitet í Danmark. Høvundarnir eru Matthaus Marriott, Peter Krustrup og Magni Mohr. Granskingarverkætlanin er liður í størri verkætlan um at kortleggja fysiologisku orsøkina til vøddamøði, sum Magni Mohr hevur arbeitt við seinastu 15 árini. Vitanin um vøddamøði er grundleggjandi fyri at skilja grundreglurnar í allari kropsligari venjing og fyrireiking í kappingarítrótti. Undir hørðum arbeiði broytist fysiologiska umhvørvið í vøddunum munandi, har millum annað hydrogen jónir H hópast upp inni í og kalium jónir K rundan um ta arbeiðandi vøddakyknuna. H upphópanin ger, at vødda pH virðið fellur, sum ger, at millum annað orkuframleiðslan í kyknuni verður tarnað, meðan K upphópanin ger, at verri verður hjá nervaskipanini at gera vøddakyknuna virkna. Tískil gera hesar jónbroytingar, at verri verður hjá arbeiðandi vøddakyknuni at framleiða kraft og hugtakið vøddamøði uppstendur. Í granskingarverkætlanini framdu ungir, væltrenaðir menn hart armarbeiði armsúkkling , áðrenn teir framdu hart beinarbeiði intervalrennitest . Magni Mohr hevur fyrr víst Nordsborg et al., 2003 í American Journal of Physiology , at armarbeiðsprotokollin, sum var brúkt, broytir H og K javnvágina í beinvøddunum, uttan at beinvøddarnir arbeiða. Tískil er jón javnvágin í beinunum broytt, áðrenn beinarbeiði byrjar, og hetta ger, at arbeiðsavrikini hjá beinunum verða umleið 40 verri enn undir vanligum fyritreytum. Í nýggju kanningini inntóku royndarpersónarnir antin koffein, natrium bicarbonat ella placebo, áðrenn arbeiði byrjaði, og bæði koffein og natrium bicarbonat øktu arbeiðsevnini við 15 20 , við størri effekt av natrium bicarbonat enn av koffeininntøku. Haraftrat vísti kanningin hægri blóðmjólkasýruvirðir og minni upplivaða kropsliga strongd Rating of Perceived Exertion undir tí harða arbeiðinum aftaná inntøku av natrium bicarbonat. Natrium bicarbonat hevur tvey týdningarmikil árin á arbeiðsevnini hjá vøddunum. Bicarbonatið bindur buffar H jónir, meðan natriumið stimbrar natrium kaliumpumpuna, sum mótvirkar K upphoban rundan um arbeiðandi vøddakyknurnar. Báðar hesar effektir eru við til at útseta vøddamøði. Koffein hevur eina rúgvu av fremjandi effektum á bæði vøddar og sentralnervaskipanina, sum stimbra kropslig avrik undir hørðum vøddaarbeiði. Bæði koffein og natrium bicarbonat eru í dag lóglig evnir í samband við ítróttarkappingar eru ikki á dopinglistanum hjá WADA , og verða tískil nýtt av úrvalsítróttarfólki úti í heimi. Umráðandi er tó at nýta rættar konsentratiónir og inntøkuprotokol av hesum evnum fyri at fáa gagnligu árinini. Greinin er tann fyrsta í størri altjóða verkætlan um vøddamøði undir intensum arbeiði, har fyritreytirnar at arbeiða verða broyttar við evnum, sum eru avriksfremjandi performance enhancing drugs , har Fróðskaparsetrið Føroya luttekur saman við fleiri altjóða universitetum. Eftir ætlan koma fleiri greinar í ár og næsta ár, har millum annað verður kannað, hvussu nógv av møðini undir intensum arbeiði er orsakað broytingum í arbeiðandi vøddunum vøddamøði og hvussu nógv er orsakað av broytingum í sentralnervaskipanini sentral møði . Flogferðslan í Fraklandi er darvað, nú flogleiðarar í øllum landinum eru farnir í verkfall. 4 av 10 øllum flogferðum í dag eru avlýstar, nú verkfall er. Verkfallið, ið stendur við til hósdagin, darvar fyri tað mesta innanríkisflúgvingini í Fraklandi. Flogfelagið Air France hevur avlýst tveir triðingar av øllum flogferðum. Stríðið í verkfallinum er eftirlønaraldurin hjá flogleiðarum. Vinnan vil, at eftirlønaraldurin verður hækkaður úr 57 upp í 59 ár, men tað vil felagið hjá flogleiðarunum ikki hoyra talan um. Longu nú eru ætlanir um nýggj verkføll hjá flogleiðarunum. Tey verkføllini verða ætlandi 16. 18. apríl og 29. apríl 2. mai, tá skúlar í Fraklandi hava frí. Tað er ein umsókn fleiri enn væntað, tí umstøðurnar á giktaøkinum eru sera truplar, sigur Anders Bøgesvang, varastjóri á Landssjúkrahúsinum. Skipanin við einum valdømi verður sett úr gildi, stillað verður upp í sjey økjum júst sum við gomlu valdømunum. Men tú skalt sleppa at velja tann, tú vilt, um alt landið. Meðan fólk har norðuri í Noregi stríðast við storm, kava, regn og áarlop, er støðan ein heilt onnur hjá fólki í Suðurnoregi, skrivar norska veðurstovan, yr.no 18,6 C. Tað vísti hitamálarin í Landvik í Aust Agder, sum er óvanliga heitt hesa árstíðina, nú vit bert eru komin eina viku inn í apríl. Fønvind , ið norðmenn nevna veðurfyribrigdið, hitaði slavna luft upp, og tá luftin kom niður frá fjøllunum varð luftin hitað umleið eitt stig fyri hvørjar hundrað metrar. Tað var ikki bert í Landvik í Aust Agder frámerkt á kortinum , at tað var heitt týsdagin. Eisini í øðrum økjum har suðuri í Noregi kom hitin í gjár upp í 16 17 stig. Í hesari sendingini hoyra vit legendariska amerikanska alt saxofonistin Julian Cannonball Adderley, sum livdi frá 1928 til 1975. Cannonball bleiv heimskendur tá ið hann spældi við Miles Davis seint í 1950 unum. Hann spælir millum annað við á plátunum Kind Of Blue og Milestones , har eisini Paul Chambers, sum vit skulu hoyra í sendingini, spælir við á kontrabass. Vit fara at hoyra løg frá tíðarskeiðinum 1955 til 1962 av uppsamligs fløguni sum PolyGram Records gav út í 1990 undir heitinum Compact Jazz. Veðurfrøðingarnir hava í vetur lagt til merkis, at eitt øki í Norðuratlantshavinum, vestanfyri Føroyar, hevur verið sera kalt í vetur, og líkt er ikki til at tað verður stórvegis heitari í bræði. Tí eru metingarnar, at tað verður kalt um okkara leiðir, men at tað verður heitt yvir einum parti av Skandinavia og eystureftir, men ikki í vestureuropa. Tað er europeiski veðurstovnurin í Reading í Bretlandi, sum hevur almannakunngjørt eitt kort um dagarnar, sum vísir, hvar vit kunnu rokna við køldum veðri í nakrar mánaðir aftrat. Eftir kortinum verður kalt á vesturlandinum í Noreg, Bretlandi, Føroyum og Íslandi, og vestaru pørtunum av Fraklandi, Spania og Portugal. Amerikanski veðurstovnurin metir eisini, at tað verður heitt í Norðurnoreg og eystureftir, men kalt í vestureuropa. Orsøkina kenna veðurfrøðingarnir ikki, men onkur hevur borið fram, at Golfstreymurin viknar. Kanningarnar av Golfstreyminum hava ikki vart leingi, og tí kunna veðurfrøðingarnir seg ikki siga nakað við vissu. Golfstreymurin hevur alstóran tydning fyri veðurlagið í Norðureuropa, og týski veðurlagsgranskarin, Stefan Rahmstorf, sigur seg ikki ivast í, at Golfstreymurin er viknaður, og tí broytist veðurlagið. Norski veðurlagsgranskarin, Furevik, sigur, at norðmenn ikki hava merkt nakað til at Golfstreymuruin er viknaður fram við norsku strondini. Veðurfrøðingarnir eru ikki samdir. Summir vísa á, at broytingar altíð henda. Sagt verður, at Norðuratlantshavið gjørdist heitari øll 1990ini, men at sjógvuri er kølnaður aftur síðani í 2010. 500 hektarar ella 5 milliónir fermetrar skulu veltast aftrat í Føroyum, skal stuðulin til hoyggj, sum Búnaðarstovan letur mjólkabóndum, gerast ein varandi hjálp hjá vinnuni. Tilsamans eru 24 milliónir krónur játtaðar í eykastudningi til hoyggj frá 2012 til 2017. Stuðulin hevur gjørt, at úrslitið hjá mjólkabóndunum er batnað tvey tey seinastu árini. Eingin treyt liggur við stuðlinum, og ov stórur partur verður nýttur at keypa hoyggj uttanlands, verður Búnaðarstovan endurgivin fyri at halda í frágreiðingini. Tí er neyðugt brúka 50 milliónir aftrat at velta bø fyri, skal stuðulin til hoyggj gerast ein varandi hjálp. Verandi veltingarstuðul er 10 krónur fyri fermeturin. Haraftrat eiga 10 kilometrar av uppdyrkingarvegi at verða gjørdir, tí roknað verður við 200 metrum av vegi fyri hvønn hektar, sigur Búnaðarstovan. Nógvar mjólkakvotur eru seldar seinastu árini, og nú eru færri mjólkabøndur. Tað hevur við sær, at tann gamli bøurin, har mjólkakvotan var, nú liggur óvirkin, og keypararnir ikki hava velt nóg mikið, stendur í frágreiðingini. Tí hevur verið neyðugt hjá nógvum mjólkabóndum at keypa hoyggj uttanlands, serliga úr Danmark og Íslandi, stendur í frágreiðingini. Tað ætlar Johan Dahl, landsstýrismaður, ið hevur sent uppskot um kunngerð til hoyringar. Sambært uppskotinum skal skipanin bara verða galdandi fyri virki, sum virka botnfisk ella úrdrátt úr fiski. Talan er ikki um tilvirking, tá fiskur bara verður ísaður. Botnfiskur er allur fiskur, sum vanliga verður roknaður sum botnfiskur, tó ikki laksur og síl ella uppsjóvarfiskasløg, sum eitt nú makrelur, sild, svartkjaftur, lodna, nebbasild, rossmakrelur, brislingur og havgøltur. Í teimum førum, framleiðslan á einum virki fevnir um tilvirking av bæði botnfiski og uppsjóvarfiskalsøgum, er tað ein treyt, at virkið í høvuðsheitum virkar botnfisk, ella at meiri enn helmingurin av rávøruni stavar frá botnfiski. Millum teirra, sum hava fingið uppskotið um kunngerð til hoyringar, eru feløgini í Vinnuhúsinum, og hoyringarfreistin er í morgin. Í gjár seldi Grikkaland lánsbrøv fyri 1,14 milliardir krónur. Tað skuldi givið landinum nóg mikið av pengum, so gjaldsavtalan kann haldast. Longu seinast í mánaðinum kann kreppan merkjast av álvara, tí tá skal landið rinda bæði lønir og lán. Tá hevur Grikkaland aftur tørv á lánum, og tað kann gerast torført, siga búskaparfrøðingar. Fær landið ikki hildið sínar skyldur, er ikki óhugsandi at Grikkaland fer á húsagang um mánaðarskiftið, og so verður landið koyrt úr samstarvinum um evruna sum gjaldoyra. Verandi lánsavtala millum Grikkaland og hini evru londini fer úr gildi í juni. Grikkaland roynir av øllum alvi at fáa avtalur við onnur lond. Grikski forsætisráðharrin hevur verið á vitjan hjá Putin, forseta, í Moskva í gjár, og hóast ein handilsavtala kann fáast í lag, so hevur Russland ikki pengarnar, sum Grikkaland hevur tørv á. Tí verður Grikkaland helst noytt at gera avtalur við hini evru londini, og at seta tey tiltøkini í verk, sum undanfarna stjórnin samdist við lángevararnar um, siga búskaparfrøðingarnir. Á tíðindafundi, sum byrjaði fyri góðum hálvum tíma síðani, boðaði Kári P. Højgaard nú fyrrverandi formaður frá, at flokkurin hevur tikið hesa avgerðina. Ein grund er, sambært Kára P. Højgaard, at niðurstøðan hjá kanningarstjóranum av málinum um Skálafjarðatunnilin verður almannakunngjørd í juni. Eftirsum Kári P. Højgaard sum landsstýrismaður í innlendismálum hevði ábyrgdina av tunnilsmálinum, so kann ivi verða sáddur um hansara trúvirði. Ivi er sáddur um mítt trúvirði, og eg havi valt, at hesin ivin skal ikki skaða Sjálvstýrisflokkin, segði Kári P. Højgaard á tíðindafundinum fyri løtu síðani. Nú skal nevningatingið í rættarmálinum taka støðu til, hvønn dóm Dzhokhar Tsarnaev skal hava fyri sín leiklut í bumbuálopinum 15. apríl í 2013. Tsarnaev verður annaðhvørt dømdur fongul í lívstíð ella fær deyðadóm. Charlie Baker, guvernørur, tekur undir við at bumbumaðurin fær deyðadóm. Verjarnir hjá Dzhokhar Tsarnaev hava játtað, at hann hevði ein leiklut tá atsóknin móti Boston Marathon varð framd. Verjarnir siga, tað var eldri bróðurin hjá Tsarnaev, ið hevði høvuðsleiklutin. Spurningurin um vit skulu selja grind í smásølu, varð viðgjørdur í Góðan morgun Føroyum í morgun. Gestir vóru Hans J. Hermansen, frá Grindamannafelagnum og Gutti Winther, kokkur Blues Perlan er ein mini bluesfestivalur sum verður leygarkvøldið 11. apríl. Tiltakið var fyri fyrstu ferð í fjør við nógvum vitjandi gestum og hugnin var í topp. Fyrireikararnir vóna at hesin mini bluesfestivalur, verður minst líka góður, um ikki betri, enn í fjørð. Edvard Nyholm Debess, Uni Debess og Ragnar Finsson, eru í studio 5. Teir tosa um Bluesfestivalin og spæla sera frálíkan bluestónleik. Við hetta lag verða fleiri innslødd djór í framtíðini í Føroyum, og vit lata okkara eftirkomarum eina fátækari náttúru, enn vit hava í dag. Sambært uppskotinum verður avlop á fíggjarlógini næsta ár. Landsstýrið væntar, at avlopið verður 56 milliónir krónur Raksturin næsta ár skal kosta fýra milliardir og 370 milliónir, og íløgur skulu gerast fyri 273 milliónir krónur. Landsstýrið væntar, at avlopið á fíggjarlógini í 2017 verður 98 milliónir, 108 milliónir í 2018, 120 milliónir í 2019 og 132 milliónir í 2020. Í 2016 verður roknað roknað við nýggjum inntøkutiltøkum fyri 95 milliónir krónur Hesar inntøkur verða í høvuðsheitum fingnar frá fiskivinnuni og alivinnuni. Fortreytin er, at avgjaldslóggávan verður partur av fiskivinnunýskipanini, sum arbeitt verður við, sigur landsstýrið. Hálvleiksstøðan var 2 1 til Føroyar. Heidi Sevdal skeyt tvey mál fyri Føroyar, og Rannvá Andreasen og Milja Simonsen skutu hvør sítt. Hóast Føroyar vunnu, so var sigurin akkurát ov lítil til at koma víðari. Undan dystinum var kravið, at Føroyar skuldu vinna við trimum málum. Hetta úrslitið hevur við sær,at Georgia, Føroyar og Malta øll endaðu við seks stigum. Georgia hevur tó besta málmunin og fer víðari til endaligu EM undankappingina. Jónleif Sólsker, ið er eitt kent andlit í føroyskum ítrótti, bæði í hond og fótbólti, tekur við sum nýggjur høvuðsvenjari hjá fremsta mansliðnum hjá Neistanum komandi kappingarár. Í honbólti hevur hann spælt 406 dystir og skotið 1745 mál við Kyndli. Jónleif hevur eisini spælt við VÍF og StÍF. Jónleif Sólsker hevur í ár staðið á odda fyri besta liðnum hjá STÍF Kanningin um Skálafjarðatunnilin, og styttu hoyringarfreistirnar, tá Varðin Pelagic slapp at byggja á Tvøroyri, fekk í morgun Kára P. Højgaard at leggja frá sær sum formann í Sjálvstýrisflokkinum. Men úrslitið verður væntandi almannakunngjørt í juni, og tað kemur so stutt upp undir valið, at tað fer at elva til ov nógvan iva og órógv. Eg ætli mær at lyfta flokkin tað eg kann, sigur Jógvan Skorheim, sum í morgun tók við sum formaður í Sjálvstýrisflokkinum eftir Kára P. Højgaard, ið hevur lagt frá sær. Tað var í februar, at fólk frá norsku sjóverjuni fóru umborð á Enniberg, og góvu skipinum boð um at sigla til lands, tí fiskur varð tveittur út, og tað er ikki loyvt sambært norskari lóg. Tað var eitt flogfar sum hevði tikið myndir av Ennibergi, og ákæruvaldið metti, at talan var um fisk, sum fleyt við síðuna av skipinum. Enniberg gjørdi eftir boðunum, og fór inn til Hammerfest. Skipið og skiparin, Sonni Johannesen, fingu eitt sektaruppskot, ið var umleið 430.000 krónur, men skiparin noktaði seg sekan í skuldsetingini. Reiðaríið veitti trygd fyri pengunum, so skipið slapp aftur til fiskiskap. Síðani hendingina hevur manningin á Ennibergi tikið myndir av virkseminum umborð, og latið norska ákæruvaldinum upptøkurnar. Málið skuldi koma fyri í rættinum hálvan apríl, men nú hevur reiðaríið fingið boð um, at málið ikki kemur fyri í rættinum, tí myndirnar, sum flogfarið tók, eru ikki nóg gott prógv um, at nakað ólógligt fór fram, sigur reiðarin á Ennibergi, Mortan Johannesen. Norski advokaturin hjá reiðarínum vil hava reiðaríið at krevja endurgjald frá norsku myndugleikunum, men tað er ikki mín fyrsti tanki, nú málið er avgreitt, sigur Mortan Johannesen, reiðari á Ennibergi. Tað var í februar, at fólk frá norsku sjóverjuni fóru umborð á Enniberg, og góvu skipinum boð um at sigla til lands, tí fiskur varð tveittur út, og tað er ikki loyvt sambært norskari lóg. Tað var eitt flogfar sum hevði tikið myndir av Ennibergi, og ákæruvaldið metti, at talan var um fisk, sum fleyt við síðuna av skipinum. Skipið og skiparin, Sonni Johannesen, fingu eitt sektaruppskot, ið var umleið 430.000 krónur, men skiparin noktaði seg sekan í skuldsetingini. Reiðaríið veitti trygd fyri pengunum, so skipið slapp aftur til fiskiskap. Síðani hendingina hevur manningin á Ennibergi tikið myndir, sum vísa tað sama, sum flogfarið tók, og latið norska ákæruvaldinum upptøkurnar. Málið skuldi koma fyri í rættinum hálvan apríl, men nú hevur reiðaríið fingið boð um, at málið ikki kemur fyri í rættinum, tí myndirnar, sum flogfarið tók, eru ikki nóg gott prógv um, at nakað ólógligt fór fram. Reiðaríið fær tær um 430.000 krónur aftur frá norska ákæruvaldinum, men um nakað meir hendir í málinum, hevur reiðaríið ikki tikið støðu til. Útgerðin skal nýtast til fleiri granskingarverkætlanir. Ett nú fara tey at kanna heilsuna hjá pre diabetikarum beint eftir summarfrítíðina. Meiningakanningarnar vístu at tað stóð á jøvnum, men úrslitið gjørdist, at nei síðan vann, og tað var sigur til bretska forsætisráðharran, David Cameron, skrivar Ritzau. Løgmaður fer at leggja fram sínar uttanríkispolitisku ætlanir fram á løgtingi. Løgmaður sigur, at hann heldur, at Føroyar sjáldan áður hava rokkið so góð úrslit á uttanríkispolitiska økinum sum júst hetta valskeiðið. Hann viðgongur tó, at avbjóðingarnar á uttanríkispolitiska pallinum framvegis eru stórar, og tí sigur hann seg vóna, at aðalorðaskiftið um frágreiðingina, sum verður mánadagin, verður eitt kveikjandi kjak. Hin frágreiðingin, sum verður løgd fram í dag, er heildarætlanin um kynsligan ágang, sum landsstýriskvinnan í almannamálum fekk í mars. Átta átøk eru í heildarætlanini, og arbeiðsbólkurin, sum gjørdi heildarætlanina, metti, at tey fara at kosta 4,8 milliónir krónur býttar millum árini 2016, 2017 og 2018. Átøkini fevna um viðgerðartilboð, upplýsing og kunning, tilbúgvingarætlan, átøk, sum venda sær til fólk og felagsskapir, sum fáast við børn í frítíðini, og átøk fyri fólk við menningartarni ella sálarligum avbjóðingum. Í álitinum um kynsligan ágang var spurningin um fyrningarfreist viðgjørdur, men greið støða var ikki tikin til, hvørt fyrningarfreistin í málum um kynsligan ágang eigur at verða tikin av ella longd. Annika Olsen, landsstýriskvinna segði fyri nøkrum vikum síðani, at hon vónar, at spurningurin um fyrningarfreist og spurningurin um hvørt revsiramman kann hækkast, verður ein partur av aðalorðaskiftinum, sum verður týsdagin í næstu viku. Hoyr alla sendingina, har tú eisini kanst hoyra, hvørjar aðrar spurningar kjakast verður um, og hvat Also panelið svarar til spurningarnar. Tað loysti seg hjá Strandferðsluni at sigla um páskirnar, vísir uppteljingin fyri tær seks oyggjaleiðirnar, ið á fyrsta sinni sigldu allar dagar um páskirnar í ár. Tilsamans vórðu seldir 9.516 ferðaseðlar frá skírisdegi til annan páskadag, vísir uppgerðin hjá Strandferðsluni. Flestu ferðafólkini brúktu suðuroyarleiðina. Tað var seint í september í fjør, at Johan Dahl, landsstýrismaður, boðaði frá, at strandfaraskipini skulu sigla allar dagar í árinum, eisini langa fríggjadag og páskadag, sum tey annars ikki hava gjørt áður. Hann skrivar, at sum støðan er í dag, eru fólk ótrygg tá teistin siglur inn á Skopun, tá brim er. Hann skrivar, at Skopum er brimpláss, og at tað er ein vandi í sær sjálvum, tí steinar, sum viga fleiri tons, verða slongdir inn á kajuna. Harumframt vísir hann eisini á, at grót varð tikið upp úr innsiglingini síðsta summar, og tað var ein bati, men nú er innsiglingin ikki at kenna aftur, tí tað er vorði kyrt í henni, skrivar hann. Gerhard Lognberg vil tí vita, hvat ætlanin er at gera, fyri at bøta um samferðsluviðurskiftini til Sandoynna. Gerhard Lognberg spyr eisini um útskiftingina av manningini umborð á Teistanum og hinum Strandfaraskipunum. Tingmaðurin í Sandoynni heldur, at stór útskifting er av manningini umborð á Teistanum, og spyr, um ein orsøk kann verða, at lønin er lág. Hann heldur, at tað, at hava strandfaraskip siglandi fleiri ferðir um dagin upp á brimpláss, krevur eina støðuga manning, men tað er ikki er støðan í dag. Stýrimenn og skiparar skifta ofta, orsøkin til hetta kann verða tann sera vánaliga lønin í mun til tað, sum kann fáast aðrastaðni, skrivar Gerhard Lognberg í fyrispurningi, sum Jørgen Niclasen, landsstýrismaður fer at svara í tinginum í dag. Fjarlestrardepilin er knýttur at Unordic, ið er norðulendskt samstarv innan utbúgvingar í Norðurlondum. Tað er Unordic, sum nú bjóðar út hesa nýggju master útbúgvingina í IKT, ella informatións og samskiftistøkni. Undirvísingarmálið er enskt, men Fjarlestrardepilin skrivar á heimasíðu síni, at um nóg nógv føroysk lesandi melda seg til útbúgvingina, verða eisini føroyskir lestrarvegleiðarar knýttir at útbúgvingini. Masterútbúgvingin er burturav fjarlestrarútbúgving og byrjar í heyst. Umsóknarfreistin er 15. apríl. Tað er ókeypis at fylgja master skeiðinum í IKT, sum verður bjóðað út umvegis Stockholms Universitet. Anne Dorthe Michelsen kemur saman við orkestri til Føroyar at luttaka í konsertini 4 stjørnir, sum verður í Vestmanna leygardagin 25. apríl. Hinar tríggjar stjørnurnar eru Ester Kristiansen, Lena Andersen og Greta Svabo Beck Total Norge er fyristøðufelag á leitimiðinum, sum liggur í norska partinum í Norðsjónum. Leitibrunnurin er eitt lítið gassfund, men gassið er av sera góðari góðsku, sigur Faroe Petrolium. Mett verður, at millum tríggjar og tíggju milliónir tunnur av oljulíknandi evnum kunnu fáast tilvega, og av hesum fær Faroe Petroleum 0,6 til 2,0 milliónir tunnur netto. Graham Stewart, forstjóri, sigur í viðmerking, at felagið fegnast um úrslitið av Skirne East brunninum, hóast støddin á fundinum er minni enn væntað. Brunnurin verður nú typtur og fráfarin, og partarnir, sum eiga í honum, fara at viðgera eina møguliga útbygging. Í komandi mánaðum verður byrjað at bora tann fyrsta av tveimum uppfylgingarbrunnum á Pil fundinum, sum Faroe Petroleum eigur 25 prosent í. Síðani verður borað á Bister leitimiðinum, sum eisini er ein uppfylgingarbrunnur á Snilehorn fundinum, sum liggur tætt við Njord leiðina. Á hvørjum ári varpar Umhvørvisvikan hjá Tórshavnar kommunu ljós á ymiskt, sum viðvíkur okkara umhvørvi og hvussu vit á bestan hátt varðveita okkara umhvørvi. Umhvørvisvikan er øðrvísi ár um ár, men hon vísir alsamt á týdningin, tað hevur at fara væl um umhvørvið, sum okkara komandi ættarlið skulu arva eftir okkum. Náttúru og umhvørvisnevndin hjá Tórshavnar kommunu er farin at orða ein umhvørvispolitikk, har kommunan lítur fram í tíðina og fer at raðfesta og seta stevnumið innan øll øki, eitt nú drekkivatn, rusk, orku, og okkara náttúru. Sigrun Mohr, forkvinna í Nátturu og umhvørvisnevndini í Tórshavnar kommunu og Theresa Turidardóttir Kreutzmann, leiðari á Visit Tórshavn, sum samskipa umhvørvisvikuna, eru í útvarpsstovuni Morgunsendingin skiftir orð við John Kjær, sum umboðar judo, Erik Engelbrecht Thomsen, badminton, og Jóannes Guttesen, ið er umboðar borðtennis. Bárður Johannesen og Julian Johansen verða høvuðsvenjarar hjá 1. mansliði hjá Kyndli næsta kappingarár, og Kristian Martin Joensen, fyrrverandi venjari í svimjing, triathlon og kappróðri, verður kropsligur servenjari hjá hópinum og hvørjum spælara sær. Bárður Johannesen og Julian Johansen verða høvuðsvenjarar. Bárður var fyri trimum árum síðan í venjaratoyminum hjá kyndilsmonnum,og er í løtuni hjálparvenjari hjá kvinnuliga U17 landsliðnum. Julian Johansen hevur farnu árini spælt við besta mansliðnum og í næstan 10 ár vant ungdómslið hjá Kyndli. Eisini hevur hann vant ÍF Føroyar, besta kvinnuliðið hjá Neistanum og kvinnurnar hjá Kyndli. Aftrat teimum báðum hevur Kyndil sett Kristian Martin Joensen sum kropsligan servenjara hjá mansliðnum. Kristian Martin hevur verið høvuðsvenjari hjá Havnar Svimjifelag, knýttur at svimjilandsliðnum, vant bróðirin, Gudmund Joensen, í triathlon og vant millum annað Argjabátin. Nýggja venjaratoymið hevur á fundi avtalað, hvussu farið verður til verka, og málið er greitt Kyndil skal í finalur næsta kappingarár, og so nógvir kyndilsmenn sum gjørligt skulu sum frálíður á a landsliðið, sum ætlandi fer til verka aftur í næstum. Tað er eingin orsøk at ivast í lógarupskotinum um peningarstovnar í Føroyum, sum landsstýrið hevur lagt fyri løgtingið, sigur Bárður Nielsen, formaður í fíggjarnevndini hjá løgtinginum. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum greiddi mikudagin fíggjarnevndini frá, hvat løgfrøðideildin í danska fíggjareftirlitinum, sum skal umsita lógina fyri føroysku bankarnar, heldur um uppskotið. Og niðurstøðan er greið, sigur Bárður Nielsen, formaður í fíggjarnevndini. Í frágreiðingini legði løgmaður eisini dent á, at Føroyar sjálvdan áður hava rokkið so góð úrslit á uttanríkispolitiska økinum sum júst hetta valskeiðið. Hann nevndi millum annað fríhandilssáttmálan við Turkaland, landgrunsmálið og silda og makrelmálið. Aðalorðaskifti verður um frágreiðingina í løgtinginum mánadagin. Tað er orsøkin til, at Atlantic Airways nú søkir eftir nýggjum stjóra til fyritøkuna, nevndarformaðurin í Atlantsflogi, Niels Mortensen. Pál Weihe, umboð fyri fólkaheilsuráðið, mælir frá at selja rúsdrekka í vanligum matvøruhandlum, meðan kanning hjá Gallup vísir, at 63 av fólkunum vilja, at tað skal út í handlarnar. Bjarni Kárason Petersen, formaður í Framsøkin Ung, og Jón Steintún, formaður í Ung fyri Miðflokkin, kjakast um hetta. Harafturat ger Spyr.fo eina feska kanning fyri RøddinLive, har spurt verður um Um Rúsdrekka skal út handlarnar og Nær drakk tú seinast . Vit ætlaðu at spyrja Ewald Kjølbro, stjóra í Landsverki, hví hann sum fakkunnleiki letur seg taka av ræði av politiska myndugleikanum. Vit høvdu eisini viljað vitað, um tað eru onnur dømi, har politiski myndugleikin hevur trumfað avgerðir ígjøgnum, sum ganga út yvir ferðslutrygdina, men tað fáa vit heldur ikki svar uppá. Í sendingini Við hjálp frá góðum fólki , sum sjónvarpið vísti í gjárkvøldið, hittu vit fýra stakar kvinnur við børnum sum allar liva undir tí sum vit hava sett sum fátækramark. Tórður Mikkelsen tosar í innslagnum við John Kjær, sum er umboð fyri Judosambandið, Jóannes Guttesen, sum er umboð fyri Borðtennissambandið, og við Erik Engelbrecht Thomsen, sum er umboð fyri Badmintonsambandið. Tá finalan um føroyameistaraskapin hjá monnum í borðtennis verður leikt í Hoyvíkshøllini í morgin, verður hon millum Pætur Albinus, sum ongantíð áður hevur verið í finaluni, og føroyameistaran Fróða Fríðason Jensen. Hetta var greitt, tá hálvfinalurnar hjá einstaklingum vórðu leiktar í kvøld. Í hálvfinaluni vann Pætur 4 1 í settum á unga stjørnuskotinum Hanusi Sørensen, sum er 14 ára gamal. Settini endaðu 11 8, 8 11, 11 9, 11 7 og 11 9 . Hin hálvfinalan var ein endurtøka av sjálvari finaluni í fjør, tí hon var millum Fróða Fríðason Jensen og aldursforsetan Petur Niclasen, ið hevur verið føroyameistari 16 ferðir. Her vann Fróði 4 0 í settum og settini endaðu 11 8, 11 5, 11 4 og 11 9. 17 ára gamla Anna Mikkjalsdóttir úr TBF á Tvøroyri er fjórða árið á rað í finaluni hjá kvinnum. Hinumegin borðið stendur Durita F Jensen, sum skal verja FM heitið frá 2014. Eins og Fróði, er hon uppvaksin í TBF og seinastu árini hevur hon spælt fyri Tór í Havn. Sjónvarpið fer frá klokkan 14 í morgin at senda beinleiðis frá stóra FM degnum hjá borðtennis, badminton og judo í Hoyvíkshøllini. Tað halda fimm fakfeløg, sum nú víðka um samstarvið og søkja eftir ráðgeva, sum skal styrka, menna og sameina fakfeløgini. Sáttmálasamráðingar og løgtingsval verða í heyst, og tí er umráðandi, at fakfeløgini standa sterk, sigur Óluva í Gong, forkvinna í felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar. Atløguviðurskiftini í Skopun, trupulleikar við generatorsettunum í motorinum, ið góvu ov lítla megi, hava ikki gjørt støðuna betri. Nýggju hvílitíðarreglurnar og tað, at yvirstýrimenninir ikki kunnu loysa av sum skiparar, hava eisini havt við sær, at brúgvamanningin skal skifta hvørt samdøgur, og tað dámar ikki øllum. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurningi frá Gerhard Lognberg, løgtingsmanni, um manningarviðurskiftini á Teistanum. At venja nýggj fólk tekur langa. Strandferðslan upplýsir, at við verandi vaktarskipan er effektiva siglingartíðin hjá manningini umleið hálvan sætta mánað. Hvørt stig í vinnubrævinum krevur eitt ár í effektivari siglingartíð. Strandferðslan hevur tó víst á, at tað hevði verið gott at fingið ein avvísingarbrunn í Skopun, so skiparin ikki nýtist at óttast fyri at enda í grótkastinum. Áhaldandi ótti er ikki góður fyri fólk og kann elva til strongd, sigur Jørgen Niclasen. Jørgen Niclasen sigur, at lønirnar á strandfaraskipunum kunnu berast saman við almennu lønirnar annars. Tað ger neyvan mun, um vit bjóða meiri løn, tí munurin millum føroyska og útlendska lønarlagið, eitt nú í norsku frálandavinnuni, er ovurstórur. Rúni M. Hansen, nevndarformaður í Bakkafrosti, segði í frágreiðingini til aðalfundin í dag, at alivinnan er bundin av góðum og støðugum reglugerðum frá myndugleikunum. Tað er alneyðugt at hava gjøgnumskygdar langtíðarkarmar fyri at kunna taka langtíðaravgerðir og reka vinnuna á skilabesta hátt. Kappingarførið er tengt at førleikanum hjá myndugleikanum at skapa vinnuni gott umhvørvi, tí alivinnan er í altjóa kapping, segði Rúni M. Hansen. Síðani 2011 hevur alivinnan rindað hálvt triðja prosent í loyvisskatti, men í fjør varð skatturin umskipaður til varandi loyvisskatt, sum er hálvt fimta prosent umframt eitt hálvt prosent av umsetninginum av alingini. Bakkafrost hækkaði fimm ára íløguætlanina í fjør við 470 milliónum krónum, upp í hálva aðru milliard krónur Sáttmálar eru gjørdir við bæði føroyskar og útlendskar veitarar. Nevndin hevur avgjørt at lata starvsfólkunum ein eyka ágóða í partabrøvum, sum svarar til tvey prosent av forvunnu inntøkuni í fjør. Á aðalfundinum í dag stóðu Annika Frederiksberg og Øystein Sandvik fyri vali, og bæði vórðu afturvald. Rúni M. Hansen heldur fram sum nevndarformaður Á aðalfundinum var stríðsval millum hann og sitandi forkvinnuna Maud Wang Hansen Jógvan fekk 265 atkvøður ímeðan Maud V. Hansen fekk 249 atkvøður, t.v.s. at bert 16 atkvøður vóru á muni millum tey bæði til formansvalið Hann hevur hildið tunguna mitt í munninum í alt ár, men nú er hann sannførdur um at VÍF hevur havt besta liðið í 2014 15. Ingi Olsen, venjari hjá VÍF fegnast um meistaraheitið, sum nú er aftur í felagnum eftir 10 ár. Hoyr Inga Olsen omanfyri, beint áðrenn leikararnir lyftu hann upp frá gólvinum. VÍF var bara betri enn vit, tó er tað ógvuliga keðiligt at vera so nær við og tapa so tepurt, sigur Sigmund Dahl, strikuspælari hjá H71. Hann gleðir seg at stríðast aftur um eitt føroyameistaraheiti næsta kappingarár. Hoyr samrøðuna við Sigmund Dahl omanfyri. Tað var keðiligt at vit ikki fingu loyvi at spæla hondbólt, men vit hava vunnið, so tað kann gera tað sama, sigur Sigrun Mikkelsen, venjari hjá Neista kvinnum. Eg haldi ikki fram sum venjari, ella ikki sum venjari hjá besta liðnum. Eg eri ungdómsvenjari í Neistanum og hetta var bara ein fyribils loysn. Tað sigur Sigrun Mikkelsen um framtíðina sum venjari í Neistanum. Sigrun Mikkelsen fegnast um at felagið hevur vunnið føroyameistaraheiti nummar 40 í røðini. Hoyr samrøðuna við eina fegna Sigrun Mikkelsen omanfyri. Vit valdu í ár at royna okkara egna tilfari. Tað gekk eisini væl, men vit kláraðu ikki at fáa bilbugt á Miliciu Rancovic. Turið A. Samuelsen heldur at Milicia Rancovic var stóri munurin millum Neistan og Kyndil í ár. Men hetta er nakað sum er gjøgnumgangandi og ikki bert í ár. Útlendskir leikarar gera stóran mun. Vit høvdu møguleikan í dag, vit eru enntá omaná til tíðir, og tað er nakað lort at vit standa við tveimum silvurheiðursmerkjum nú, sigur Turið A. Samuelsen. Føroya Pedagogfelag sigur, at námsfrøðingar og námsfrøðilig hjálparfólk eru millum lægst løntu løntakarar í landinum, hóast tey hava ábyrgdina fyri lívsumstøðunum hjá børnum og teimum veikastu í samfelagnum. Tað er stór andsøgn millum avrikini og ta ábyrgd, sum námsfrøðingar og hjálparfólk hava, og ynski hjá politikarum og og myndugleikum um inklusjón í námsfrøðina og eitt inkluderandi samfelag annars, sigur felagið í yvirlýsingini. Vilja vit eitt samfelag, har øll hoyra til, og tryggar karmar fyri allar samfelagsbólkar, mugu karmarnir hjá námsfrøðingum og námsfrøðiligum hjálparfólkum betrast og tryggjast, sigur Føroya Pedagogfelag. Pedagogfelagið fekk nýggjan formann á aðalfundinum í gjár. Stríðval var um formansessin, tí Jógvan Philbrow bjóðaði Maud Wang Hansen av. Jógvan Philbrow vann valið og er nýggjur formaður í Føroya Pedagogfelag. Nýggj í nevndini eru eisini Gitta av Kák og Nikkil Heinesen, og nýggir tiltakslimir eru Sabina Poulsen, Barbara Mouritsen og Katrin Haraldsen. Ein maður varð um tvey tíðina í nátt handtikin av løgregluni uttanfyri Caf Natur í Havn, skuldsettur fyri harðskap. Sambært vakthavandi á politistøðini í Havn hevði maðurin sligið ein annan mann. Amerikanski forsetin, Barack Obama, er vælnøgdur við fundin, hann hevur havt við Kubanska forsetan Raul Castro. Hetta skrivar BBC í morgun. Obama segði at fundurin hevur verið opin og gevandi, hóast bæði londini framvegis fara at hava ymiskar áskoðanir á nógv ymisk áhugamál. Vit eru samdir um at vera ósamdir á fleiri økum, men vit virða tó hvønnannan og at bæði londini, sum tíðin gongur, fáa eitt gott samstarv. Í samband við, at tað í ár eri liðin 100 ár síðan hálvonnur millión armenar, undir Fyrra Verðaldarbardaga, vóru tikinir av døgum í Turkalandi, helt Frans Pávi minningargudstænastu í Vatikaninum í dag, har hann brúkti orðingina fólkamorð. Hetta skrivar BBC í dag. Pávin hevur verið undir stórum trýsti, fyri at hava brúkt orðingina fólkadráp, men Frans Pávi sigur, at hann nýtir somu orðingina, sum undangongumaður hansara, Jóhannus Paul Pávi Annar, áður hevur brúkt. Hann vil ikki siga meira um orðingina, tá hann vil ikki ganga turkisku stjórnini ov nær. Frans Pávi sigur, at tað er umráðandi at minnast og æra minnið um tey deyðu, so søgan ikki verður gloymd og kann endurtaka seg. Turkiska grannalandið, Armenia, hevur fleiri ferðir gjørt vart við allar deyðsgongurnar, sum fleiri hundraðtúsund armenarar máttu ganga undir Fyrra Verðaldarbardaga, tá Osmanniska Ríkið stóð fyri falli. Turkaland, hinvegin, sigur, at tað doyðu bert 300.000 til 500.000 túsund armenar í hesum deyðsgongum undir Fyrra Verðaldarbardaga, og at flestu teirra doyðu av svongd. Turkiska stjórnin er í øðini at Turkaland skal verða lagt undir størsta, og fyrsta, fólkadráp í nýggjari tíð. Týski flogskiparin, Andreas Lubitz, sum er undir illgruna, fyri við vilja, at hava rent eitt flogfar hjá Germanwings niður í Alpurnar og harvið dripið 149 fólk, var undir eftirliti hjá læknunum hjá Lufthansa. Hetta skrivar Bild am Sonntag, sum hevur tíðindini frá enska blaðnum The Guardian. Blaðið vísir til skjøl, sum týsku flogferðslumynduleikarnir hava funnið, har tað stendur, at Lubitz helst skal hava fleiri sálarligar viðgerðir, hóast hildið verður, at hann er egnaður at flúgva. Hetta skulu læknarnir hjá Lufthansa, sum eigur flogfelagið Germanwings, hava skrivað í 2009, tá Lubitz bleiv førleikakannaður. Tað var í 2009 at Lubitz, eina tíð, steðgaði útbúgvingini til flogskipara, tí hann sálarliga ikki kendi seg nóg væl, og hetta segði hann við leiðsluna í Lufthansa. Ræðsla kom á næmingarnar á lærda háskúlanum Kikuyu í høvuðsstaðnum í Kenya, Nairobi, tí stór spreinging var at hoyra í bygninginum. Keldur siga, at eitt fólk hevur latið lív og umleiði 230 eru innløgd á sjúkrahús til kanningar. Næmingarnir vóru bangnir fyri at tað aftur var ein yvirgangsatsókn. Hetta skrivar NRK í morgun. Fyri tveimum vikum síðan, var stór yvirgangsatsókn framd móti lærda skúlanum Garissa, og nú stúrdu næmingarnir í Kikuyuskúlanum fyri, at hetta var ein nýggj yvirgangsatsókn sum hendi í morgun. Tað vísti seg at tað var eitt tekninskt brek á einum elkaðali í kjallaranum í skúlanum, sum hevði elvt til spreinginina, sigur ein talsmaður frá almenna elfelagnum í Kenya. Kenyanski politikarin, Marha Karua, skrivar á Twitter, at hon harmast hendingina, og hevur samkenslu við teimum avvarandi og teimum, sum eru komin illa fyri av spreingingini. Spreinginin hendi um fýratíðina í nátt, lokala tíð. Fleiri næmingar ivaðust ikki í, at tað var yvirgangsfelagsskapurin Al Shabaab, sum aftur framdi yvirgang. Tað er umleið tvær vikur síðan, at yvirgangsfelagsskapurin framdi stórt álop á skúlan Garissa, har 148 fólk lótu lív. Flestu teirra vóru kristin fólk, sum vóru tikin til viks og skotin. Føroyingafelagið í Aarhus hevur seinastu árini havt trupult við at finna hóskandi høli til virksemi hjá felagnum. Tí eru nýggju hølini kærkomin, sigur Magni Blástein, formaður í føroyingafelanum í Aarhus. Við føroyskum loysnum og rættvísi í huga mugu vit seta okkum sum mál, at í Føroyum er pláss fyri øllum, tí tað ber væl til, um seta okkum spurningin Hvørjar Føroyar ynskja vit , sigur Tjóðveldi í yvirlýsningini. Um vinnuna sigur Tjóðveldi, at vinnan skal ikki brandskattast, men skal lata sín part til samfelagið við tí fyritreyt, at hon framvegis fær virka til fulnar. Vinnan skal lata sín part, tí tá fáa vit bæði eitt ríkt vinnulív og ríkidømið út í hvørt heim í landinum, sigur Tjóðveldi. Tjóðveldi heldur, at neyðugt er við stjóranrskifti í landinum, so nýggir dreymar og visjónir sleppa framat. Kjakið um haldførið, fíggjarkarmar, flóttafólk og annað er líkamikið, um vit ikki vita, hvønn veg vit fara, ella hvørjar Føroyar vit ynskja, sigur Tjóðveldi. Anthonius Olsen keypti ein tann fyrsta Viksund bátin, sum kom til Føroya. Hann fekk navnið Havgásin og varð brúktur til ymsar ferðir og nakað til útróður. Tá hann sakk á Norðhavinum, varð ein annar bátur keyptur. Hann varð seldur undir kreppuni, meðan arbeitt var við onkursvegna at bjarga frystivirkinum Atlantic Fish Cold Storage, sum framvegis er í gongd, nú undir navninum Northern Fish Cold Storage. Tað sigur Páll á Reynatúgvu, tingmaður fyri Tjóðveldi, sum bar sjónarmiðið fram á flokstingi floksins við Løkin í Runavík um vikuskifti. Jákup á Borg skeyt mál nummar 148 í landskappingini, og hevur tískil nú tikið metið hjá gamla álopsmakkaranum, John Petersen, sum átti metið við 147 málum. Jákup á Borg er ofta spurdur um hann fór at gera nakað serligt burturúr, tá hann fór at taka metið. Jákup hevur eina siðvenju tá hann skorar, tað er at heilsa beiggja sínum, við at senda ein koss móti himmalinum. Hetta gjørdi hann eisini tá hann skoraði mál nummar 148, men eftir tað, so rann hann niðan í viðhaldsskýlið hjá B36. Jákup fann John og hálsfevndi hann sín fyrrverandi liðfelaga. Eigur at geva gult kort Fótbóltslógin sigur at ein leikari skal fáa loyvi frá dómaranum um hann skal av vøllinum. Men dómarin í dag Eiler Rasmussen valdi ikki at geva Jákupi gult kort fyri hesa hendingina. NSÍ varðveitir oddasessin, tí NS greiddi í dag sína skyldu á heimavølli móti HB. ÍF hevur hálað seg fram á stigatalvuni við fyrsta sigrinum í ár, og FC suðuroy er nú ikki einsamalt á aftasta plássi eftir fyrstu stigini í gjár við sigrinum á AB. 5 min 1 0 Vallerian Iobashvili 13 min 2 0 Mamuka Toronjadze 31 min 2 1 Jógvan Andrias Nolsøe 91 min 3 1 Mamuka Toronjadze Tvey met sett í dag Jákup á Borg skeyt mál nummar 148 í landskappingini, og hevur tískil nú tikið metið hjá gamla álopsmakkaranum, John Petersen, sum átti metið við 147 málum. Jákup á Borg er nú mest skorandi leikari í føroyskum fótbólti, sum 35 ára gamal. Og Heðin á Lakjuni hjá KÍ spældi dyst nummar 408 í landskappingini, og hevur tí eisiniskrivað søgu í dag, nú hann tók metið hjá Egili á Bø, sum hevur spælt 407 dystir. Heðin á Lakjuni er nú tann spælarin sum hevur spælt flestar dystir í føroyskum fótbólti. Heðin á Lakjuni er 37 ára gamal. 1 NSÍ 15 stig 2 B36 14 stig 3 Víkingur 10 stig 4 HB 9 stig 5 ÍF 7 stig 6 TB 6 stig 7 AB 5 stig 8 KÍ 5 stig 9 EB ST 3 stig 10 FC suðuroy 3 stig NSÍ varðveitir oddasessin, tí NS greiddi í dag sína skyldu á heimavølli móti HB. ÍF hevur hálað seg fram á stigatalvuni við fyrsta sigrinum í ár, og FC suðuroy er nú ikki einsamalt á aftasta plássi eftir fyrstu stigini í gjár við sigrinum á AB. VÍF gjørdist FM vinnari í Atlantic Airways deildini, tá teir vunnu 24 23 á H71, hoyr millum annað brot frá samrøðu við Sigmund Dahl, H71. Neistakvinnurnar gjørdist somuleiðis FM vinnarar 2015 í Hvonn deildini, tá tær vunnu ein greiðan sigur á Kyndli 20 17, hoyr millum annað brot frá samrøðu við Turið Arge, Kyndil. Avgusturin rendi seg fastan á sandinum í Hvalba seinnapartin í gjár. Fyrrapartin í gjár sóu hvalbingar ein stóran hval koma inn eftir fjørðinum. Fyrst varð hildið, at talan var um døgling, men skjótt var greitt, at talan var um ein avgust. Seinnapartin kom hann so langt inn, at hann svam seg fastan á sandinum. Menn í froskmannabúna yóku myndir av hvalinum, og á teimum sæst, at hann hevur stór merki fremst á kúluni. Jaspur Vang sigur, at løgreglan hevur havt samband við djóralækna og náttúrgripasavnið, og tey mæla frá at gera nakað við avgustin, sum støðan er. Tað ber ikki til at skera avgustin á háls, og vit hava heldur ikki neyðugar førleikar at skjóta avgustin, sigur Jaspur Vang við útvarpið í morgun. Hildið verður, at avgusturin er 10 12 langur, og hann kann viga 25 tons. Fundur verður fyrrapartin um, hvat skal gerast við avgustin í Hvalba. Leingi hevur verið gitt, at hon fór at stilla upp, og í gjárkvøldið, okkara tíð, kunngjørdi Hillary Clinton, at hon ætlar sær aftur í Hvítu húsini í Washington, hesa ferð sum forseti. Mong fagna fráboðanini hjá Hillary Clinton, millum annað eisini á sosiala miðlinum, Twitter, har útivið 100.000 viðhaldsfólk longu hava deilt fráboðanina hjá Hillary Clinton umaftur. Eygleiðarar siga, at Hillary Clinton hevur so stórt vald í demokratiska flokkinum og nógvan pening at reka valstríð fyri, at tað er ivasamt, um nakar hættar at stilla upp ímóti henni. Hillary Clinton kappaðist við Barack Obama um at gerast forsetavalevni í 2008, men Obama vann og tilnevndi hana uttanríkisráðharra í fyrra forsetaskeiðnum. Síðani hevur Hillary Clinton fyrireikað seg til at stilla upp til forsetavalið næsta ár. Barack Obama lovar henni allan stuðul. Obama sigur, at Hillary Clinton var ein framúrskarandi uttanríkisráðharri, og hon verður eisini frálíkur forseti. Forsetaval verður aftur í USA í november 2016. Sýslumaðurin í Suðuroy, Jaspur Vang, segði í eini viðmerking í morgun, at allarhelst verður neyðugt at lata avgustin liggja og lata náttúruna valda. Hetta tí at tað ikki ber til at skera hann á háls og man hevur ikki neyðugar førleikar at skjóta hann. Rúni Thomsen, hevur fylgt støðuni hjá avgustinum og skilur væl at tað allarhelst verður neyðugt at bíða til hann doyr. Hóast so harmast man sjálvandi um at tað ikki ber til at hjálpa honum, soleiðis at hann ikki pínist. Rúni Thomsen heldur at tað bert eru tímar til at avgusturin doyr, tí hann er komin sera illa fyri. Hetta er triðju ferð at ein augstur hevur svomið seg fastan í Hvalba í hesi øldini. Seinast nýggjársdag í 2012 og eisini jóladag í ár 2000. Hesin sum er í Hvalba er nøkulunda líka stórur sum tann í 2012. Hoyr samrøðuna Rúna Thomsen omanfyri Bygningarnir, sum skulu umvælast, eru Landsbókasavnið, Havstovan, Fíggjarmálaráðið, Maskinmeistaraskúlin, Vørn og fleiri bygningar undir Almenna og heilsumálaráðnum. Talan er um eina verkætlan eftir einari skipan, sum eitur ESCO. Uppgávan, sum virki nú kunnu søkja um undangóðkenning, fevnir millum annað um orkugreining, skjalfesting og at fíggja útvaldu bygningarnar. Útboðið er býtt sundur í tveir tilboðspakkar, ávikavist umleið 6.200 og 8.600 fermetrar, men ein heildarútbjóðingarsáttmáli verður gjørdar um báðar tilboðspakkarnar Fyritreytin, fyri at kunna bjóða upp á arbeiði, er, at virki kann skjalprógva orkusparingar, sum byggiharrin hevur útroknað, og sum eru upplýstir í útbjóðingartilfarinum. Í ESCO skipanini er eisini ein fíggingarleistur, sum byggir á samstarv, har tað almenna og privata býta fíggingina millum sín, men privati parturin tekur váðan. Almenna íløgan í verkætlanina verður væntandi umleið 30 milliónir krónur uttan meirvirðisgjald. Partur hjá byggiharranum kann tilsamans væntast at verða 10 milliónir krónur uttan meirvirðisgjald, skrivar Landsverk á heimasíðuni. Nýggj hægri útbúgving byrjar eftir summarfrítíðina á Føroya Handilsskúla. CPH Business í Keypmannahavn og Føroya Handilsskúli í Havn hava gjørt serstaka avtalu, sum sigur, at nú ber til at nema sær nýggja útbúgving sum eitur Marknaðarførslubúskapur. Í útvarpsstovuna eru Finn Jensen, lærari á Føroya Handilsskúla, Bjarni Bogason, sum hevur lisið marknaðarførslubúskap í Keypmannahavn og Helena Dam á Neystabø, stjóri á Føroya Handilsskúla. Myndir av øllum bilum, sum fólk hava sent inn, hanga uppi í SMS. Fólk kunu atkvøða um feitasta bilin, og mikudagin verður hesin funnin Visti tú, at neyðtøka í hjúnabandi bara gevur hálva revsing, og at revsingin fyri at neyðtaka ein verjuleystan persón eisini gevur hálva revsing Hóskvøldið fer Amnesty International, Føroya deild, at varpa ljós á føroysku revsilógina. Skipað verður fyri fundi í Perluni í Havn, har Jógvan Elias Winther Poulsen, advokatur, fer at greiða frá føroyska revsirættarliga siðaarvinum. Stinne Beck frá donsku deildini hjá Amnesty fer at greiða frá, hvussu danska lóggávan er dagførd, og kjak verður eisini um, hví so fáar neyðtøkur verða meldaðar. Umboð fyri løgregluna og landssjúkrahúsið vera eisini hjástødd. Sambært kanningum í Danmark verður bara tjúgunda hvør neyðtøka meldað, og bara helmingurin endar við dómi. Amnesty í Føroyum hevur heitt á føroysku myndugleikarnar um at broyta føroysku revsilógina. Amnesty eftirlýsir eina ætlan, sum ávísir, hvat er neyðugt at gera til tess at verja rættarstøðuna hjá teimum, ið verða neyðtikin. Hyggjuráðini eru at hugsa seg væl um, áðrenn lagt verður út. Eisini eiga politikarar at gera sær greitt, at fólk hava møguleika at svara dagføringini. Onnur ráð eru at skriva stutt og greitt. Fólk hava ikki bindindi til at lesa ov langar tekstir á sosialum miðlum, sigur Jákup Justinussen, sum hevur skeið fyri politikarum 23. apríl. Fyrsta ársfjórðingin í 2015 vórðu útgoldnðar 1.959 milliónir krónur í lønum í Føroyum, vísa nýggjastu hagtølini hjá Hagstovu Føroya . Samanborið við sama tíðarskeið í 2014, vórðu 136 milliónir krónur fleiri útgoldnar í lønum í Føroyum í mun til sama tíðarskeið í 2014. Umroknað til prosent, svarar tað til ein vøkstur uppá 7,5 prosent samanborið við somu mánaðir í fjør, skrivar Hagstova Føroya á heimasíðuni. Sum er, er avgusturin ov tungur at toga útaftur. Vit hava heldur ikki neyðugar førleikar at skjóta avgustin, sigur Signar Petersen, djóralækni. Avgusturin rendi seg fastan á sandinum í Hvalba seinnapartin í gjár. Hildið verður, at augusturin er 10 12 metrar langur, og kann viga 25 tons. Til ber at doyva hvalin, so hann ikki líður, men tað kann verða vandamikið, og tað er ringt at raka æðrarnar, tí vit ikki hava røttu amboðini til tað, sigur Signar Petersen. Børn og ung, sum kundu hugsað sær at vant við B36, men sum ikki hava ráð til limagjald, kunnu venda sær til Í menniskjum góður tokki. G nter Grass, sum varð mettur sum ein av týdningarmestu høvundunum í týskari søgu, var 87 ára gamal, og hann doyði í heimbýnum L beck, skrivar tíðindastovan, DBA. G nter Grass skrivaði sína fyrstu skaldsøgu, Blikktrumman, í 1959. Henda skaldsøgan varð viðurkend um allan heimin. Hon varð gjørd til film í 1978, og hevur eisini verið framførd á sjónleikapalli. Bókin, Blikktrumman, hjá Grass er um barnið Oscar, sum fær eina blikktrummu í føðingdardagsgávu, tá hann fyllir trý ár, og síðani noktar drongurin at vaksa. Uppskotið til nýggja jarðarskipan á Strondum hevur verið leingi á veg, og nú er loksins ein loysn í eygsjón fyri jarðarviðurskiftunum í bygdini, sigur Umhvørvisstovan . Útskiftingarfundur, ið er eitt uppskot til at skipa jørðina av nýggjum, verður mikukvøldið 15. apríl, har ætlanin verður løgd fram fyri bygdarfólkunum og eigarunum. Umhvørvisstovan sigur, stykkini verða fækkað heilt munandi, og eigarar, sum fyrr áttu nógv stykki ymsastaðni í bygdini, fáa eftir nýggja uppskotinum savnað jørðina í 1 3 stykki. Eigararnir fáa síðani eitt stutt skotbrá at gera viðmerkingar til nýggju jarðarskipanina, soleiðis at endalig útskiftingarætlan fyri Strendur kann gerast liðug. Tað er mær púra greitt, at um talið á útlendskum ferðafólki veksur, soleiðis sum útlit og ábendingar eru um, verður brúk fyri nógv fleiri arbeiðsfólkum í vinnuni. Tað sigur Edward H. Huijbens, professari við lærda háskúlan á Akureyri, ið eisini stjóri fyri íslendsku ferðavinnu granskingarmiðstøðina. Sambært frágreiðing frá íslendska Landsbankanum, er talið av størvum innan ferðavinnuna vaksið úr 9.200 í 2008 upp í 14.600 størv í fjør. Talið av vitjandi í Íslandi fer væntandi at vaksa úr 1,17 milliónum í ár upp í 1,34 milliónir næsta ár og upp í 1,45 milliónir í 2017. Nógvir útlendingar arbeiða longu nú innan íslendska ferðavinnuídnaðin. Sambært frágreiðing frá Lærda háskúlanum í slandi eru í løtuni tveir triðingar av arbeiðsmegini í ferðavinnufyritøkum í Íslandi útlendingar. Avgerðir og niðurstøður skulu byggja á fakligheit og serkunnleika, sigur Búskapar og Løgfrøðingafelagið, eftir at politiski myndugleikin gekk ímóti tilráðingunum hjá Landsverki viðvíkjandi bilverjuni við Sjógv í Kollafirði. Fakligu atlitini skulu raðfestast framman fyri tey fíggjarligu innan barnaansingarøkið, ætlar Jógvan Philbrow, sum er nýggjur formaður í Pedagogfelagnum. Jógvan Philbrow vann leygardagin tepurt á sitandi forkvinnuni Maud Wang Hansen á aðalfundinum hjá pedagogunum, sum var um vikuskiftið. Augusturin, sum sunnudagin rendi seg upp á sandin í Hvalba, hevur aftur kveikt lív í kjakið um, hvørt tað er rætt at lata hann liggja og doyggja. Jústines Olsen, djóralækni, heldur at vit áttu at gjørt eina roynd at avlíva hann. Í løtuni er ongin upplagdur kappingarneyti hjá Hillary Clinton, nú hon ætlar at gerast forsetavalevni hjá demokratunum, sigur Stefan í Skorini. At Hillary Clinton er 67 ára gomul og hevur havt heilsutrupulleikar, nýtist eftir hansara tykki ikki at vera nøkur forðing. Talan er um vørur, sum eru goymdar á IKKI skrásettari goymslu í Kiplev í Danmark, og sum rottur hava gjørt sær dælt av. Vøran er seld í handlum í Føroyum. Vørurnar hava verið goymdar á eini goymslu sum ikki hevur verið skrásett hjá Fødevarestyrelsen. Trupulleikar hava verið av rottum á goymsluni í góðan mánað. Nevndu vørur hava ligið á goymsluni síðani tá og verða tí afturkallaðar. Heilsufrøðiliga starvsstovan kallar aftur naan breyð, tí soppavøkstur er í breyðum. Talan er um Mayur naan breyð 240 gramm EAN strikukota nummar 5014044007616 og tey eru gjørd í Bretlandi. Soppavøksturin ger at vøran er óegnað til matna. Mælt verður brúkarum at koyra vøruna burtur ella lata hana aftur til handilin, har hon er keypt. Men yvirskotið á fíggarlógini komandi ár er treytað av, at fiskivinnunýskipan verður gjørd, og tí vil løgmaður ikki lata andstøðuna blokkera fyri møguligari nýskipan. Hann letur tí upp fyri møguleikanum, at samgongan einsamøll ger semju um fiskivinnunýskipan. Løgmaður sigur, at fundur verður um fiskivinnunýskipanina í aðru viku, um tað liggur fyri. Tað er ikki bert í Føroyum líkt er til, at summarið verður kaldari enn tað vanliga plagar at vera. Eisini longur norðuri, í Íslandi, sær spádómurin fyri summarið kaldari út. Summarið í Íslandi verður kaldari og sannlíkindini, fyri at summarið verður vátari enn onnur ár, eru 30 prosent størri enn vanligt, skrivar Morgunblaðið . Tað er spádómurin fyri veðrinum í Íslandi hetta summarið, sigur Trausti Jónsson, veðurfrøðingur á íslendsku veðurstovuni, Icelandic Met Office, sambært blaðnum. Spádómurin hjá amerikonsku veðurstovuni, U.S. Met Office, er enn daprari enn spádómurin hjá íslendsku veðurstovuni, ið er bygdur á forsagnir hjá evropeiska veðurstovninum, ECMWF. Tær 22 íbúðirnar á Óðinshædd í Havn verða í ymiskum støddum og sniðum úr 54 upp í 86 fermetrar til støddar, stendur á heimasíðuni hjá Bústøðum. Tað er Palli Gregoriussen, arkitektur, sum hevur teknað íbúðirnar, sum eftir ætlan verða lidnar í desember í ár. Bústaðir er eisini í holt við aðrar verkætlanir í Havn. Felagið byggir í løtuni 12 íbúðir í ymiskum støddum og sniðum við Skansan í Havn. Tær íbúðirnar verða úr 57 til 107 fermetrar til støddar. Albert Isfeldt og Gudmund S. Hansen, arkitektar, hava teknað íbúðirnar. Bústaðir fyrireikar í løtuni eisini tvær aðrar byggiverkætlanir. Tað eru 30 íbúðir Oman Mattalág í Havn, og 30 íbúðir við Dalavegin. Bygningurin við Dalavegin er serstakur, tí ætlanin er, at hann skal standa á súlum, og ikki á siðbundnari, stoyptari grund. Grundøkið, har bygningurin skal standa, er góðar 7.000 fermetrar. Verkætlanin á Dalavegnum verður fyrireikað í samstarvi við Arkitektar 99 og Lofti Arkitektar. Fyrireikingar, at byggja hesar íbúðirnar, eru í gongd, men endalig støða er ikki er tikin, um bygt verður, stendur á heimasíðuni hjá Bústøðum. Til ber í løtuni at leiga 28 íbúðir frá Bústøðum í Havn. Fýra av teimum eru á Íslandsvegi í Vesturbýnum, tær kosta millum 3.100 og 5.500 krónur um mánaðin. 24 íbúðir eru á Heimasta Horni, tær kosta millum 5.600 og 6.700 krónur um mánaðin. Framvegis kemur oljan í tunnum til Hattarvíkar. Tey eldru fólkini, ið her búgva, gera einki við tær tungu tunnurnar, og tí verður olja fylt á tangan, tá yngri fólk eru í bygdini, sigur Steingrím Fuglø. Hann heldur, at fólkatalið í bygdini er komið niður um tað, ið kann góðtakast. Fleiri ferðir í vetur hevur 78 ára gamli Mikkjal Petur Kerlok verið einasta fólkið í Hattarvík. Hann sigur, at fyri seg ger tað einki, men verður hann áhaldsin uttandura, er liðugt. Ein av teimum, sum eru farin móti streyminum, er Hanna West úr Hvalba. Hon er einkja og á ísraelsferð fyri nøkrum árum síðani hitti hon einkjumannin Leiv Fuglø úr Hattarvík. Tey blivu væl og nú hevur Hanna búð eitt ár í Hattarvík, her henni dámar væl. Leivur Fuglø er bæði avgreiðslumaður hjá Strandferðsluni og hjá tyrluni, og harafturat er hann eisini vitapassari. 91 ára gamli Símun Gullaksen minnist, hvussu stóran týdning fuglurin hevði fyri Hattarvík. Hann hevur altíð búð í Hattarvík, men hesi seinastu tvey árini hevur hann verið á sambýli í Klaksvík. Tó er hann í Hattarvík, tá møguleikin er. Nú á páskum var hann í heimbygdini. Klaksvíkingurin Oddmar Gullaksen trívist avbera væl í Hattarvík, sum er heimbygdin hjá pápanum, og Oddmar hjálpir nógv beiggjanum Símuni, sum nú hevur festið og skipar fyri serligum túrum í Fugloynni. Emma Sigvaldsdóttir, sum er lærari í hinari bygdini í Fugloy, á Kirkju, trívist væl í Hattarvík. Hon sigur, at maðurin Zakaris livnaði uppaftur, tá hann kom útaftur í heimbygdina eftir drúgva sjúkralegu. Emma sigur, at ein gongutúrur í Hattarvík er lekidómur fyri sálina. Skúlin í Hattarvík, sum brann í grund fyri nøkrum árum síðani, skal nú byggjast uppaftur. Elias Zachariassen sigur, at søga er í hvørjum steini í múrinum, sum stendur uppi. Tað vóru hattarvíkingar, ið laðaðu skúlan í 1920 unum. Danski náttúrufriðingarfelagsskapurin og danska djóraverndarfelagið varpa í hesi vikuni ljós á burturkast í náttúruni, og á at fólk skulu taka burturkast við sær. Trupulleikin við burturkasti í náttúruni sæst eitt nú við, at elastikk sita føst rundam um fiskar og eisini um hálsin á fugli, o g bein og veingir á fugli eru vavd inn í snøri og subbar av neilon og gørnum. Og úrslitið verður tað sama, at fuglurin doyr spakuliga og pínufult, sigur Michael Carlsen, lívfrøðingur hjá djóraverndarfelagnum. Nú er hetta eitt danskt tiltak, men hvussu stórur er trupulleikin í Føroyum Hesum spurningi svarar Ragna Maja Kruse, forkvinna í Djóraverndarfelagnum. Hoyr samrøðuna. Listaframsýningin er skipað øðrvísi í ár enn onnur ár, við at bólkarnir, sum koma til framsýning, fáa ein túr runt á listasavninum við ferðaleiðara, og túrurin endar so inni í sjálvari Várframsýningini. Í dag vóru tað Ólavur í Geil, samskipari og Guðrið Poulsen, listakvinna, sum umboðar felagið Føroysk Myndlistafólk, sum vísti morgunsendingini runt. Um fólk leggja okkum undir at vera populistisk ella óheft, so mugu vit taka tað við. Uppgávan nú meðan vit bíða til at politiska skipanin vaknar, er at gera okkara. Við hesum gera vit okkara, sum í grundini ikki átti at verið neyðugt, sigur Eirikur Lindenskov, blaðstjóri. Hann leggur dent á at peningurin fer óskerdur at hjálpa familjum í Føroyum, sum ikki fáa ágóðan av t.d flatskattinum, og sum liva í fátækradømi. Tó so er tað ikki miðlahúsið sum umsitur pengarnar og eiheldur vita vit her í húsinum hvør fær hvat. Vit hava roynt at gjørt kritiskan journalistik, varpa ljós á trupulleikan osfr, sum ein miðil skal. Men hetta hevur ikki riggað nógv væl. Nú gjørdi Kringvarpið sendingina Við hjálp frá góðum fólki , sum lýsti trupulleikan. Fleiri onnur gera sítt og við hesum vilja vit vera við og gera okkara. Soleiðis sigur Eirikur Lindenskov at enda, um hví Miðlahúsið hevur meldað seg inn í stríðið at basa fátækradøminum í Føroyum. Vit skipa nú fyri kunnandi fundi um tænastuna á sokallaðari Javnakafe. Og fundurin vendir sær í høvuðsheitum til starvsfólk innan barnaøkið, heilsu , skúla og almannaverk. Foreldur og onnur eru tó eisini meira enn vælkomin, sigur Sigrun Wardum forkvinna í Javna. Hon vitjaði okkum í útvarpsstovuni í morgun og greiddi frá hví foreldrastuðulsbólkurin er settur á stovn og hvat er á breddanum, tá Javnakafe er í býarbókasavninum klokkan19.30 í kvøld. Hoyr samrøðuna omanfyri. Vit kendu ikki so nógv til trupuleikan áðrenn sendingin Við hjálp frá góðum fólki var víst í Kringvarpinum, men so settu vit okkum í samband við felagsskapin Í menniskjum góður tokki og tey kundu vísa á fleiri familjur, sum ikki kundu lata børnini ganga til venjing, sigur Andrass Thomsen, dagligur leiðari í B36 húsinum. Løgmaður fer ímóti ynskinum hjá tinginum. tá hann sigur, EFTA limaskapur ikki er áhugaverdur fyri Føroyar, heldur Gunvør Balle, tingkvinna hjá Tjóðveldi. Tjóðpallurin framførir í hesum døgum sjónleikin Kravránarnir . Eyðun Johannessen hevur leikstjórnað. Strindberg er ikki leikstjóranum ókunnugur, tí tá Eyðun stóð á palli fyrstu ferð í 1952, var tað júst í i einum Strindberg leiki. Eyðun Johannessen er fyrsti føroyingur, ið hevur útbúgvið seg til sjónleikara. Hann hevur eisini drúgvari royndir enn nakar annar at leikstjórna bara í Danmark hevur hann sett á leið 200 leikir á pall. Nú droymir hann um at sleppa at arbeiða í einum nýggjum føroyskum Tjóðleikahúsi. Eyðun Johannessen var gestur í Stafettini hesaferð. Avgusturin er deyður millum klokkan níggju og tíggju í morgun. Vit hava kannað tað, og tað er staðfest, at hann er deyður, sigur borgarstjórin í Hvalba, Trúgvi Gudmundarson. At tað ikki er á hvørjum degi, at avgustar síggjast um okkara leiðir, hevur borgarstjórin í Hvalba eisini merkt hesar báðar dagarnar, hann hevur ligið á sandinum í Hvalba. Nógv fólk hava verið í bygdini og forvitnast, og nógvir bilar hava verið og hugt, segði Trúgvi Gudmundarson við útvarpið á middegi. Tá tað fløðir aftur í kvøld, fara fólk at hyggja nærri at avgustinum. Væntandi verður hann sleipaður út á streymasjógv í morgin, mikudagin. Tað undrar formannin í Javnaðarflokkinum, at løgmaður nú rør framundir, at andstøðan ikki vil vera við í eini semju um fiskivinnunýskipanina. Løgmaður hevur als ongar samráðingar roynt, sigur Aksel V. Johannesen. Hoyr alt innslagið her. Skulu bíligari íbúðir til lesandi ella fólk lágum inntøkum tryggjast, má politisk støða takast til, um landið og kommunurnar skulu átaka sær virknari leiklut á bústaðarøkinum. Felagið Bústaðir kann ikki byggja og forrenta nóg bíligar íbúðir, og tí er neyðugt við almennum stuðli, møguliga bústaðarstuðli, sigur hann. Í lógini um Bústaðir stendur, at felagið skal útvega, reka og leiga út íbúðir, íbúðahús og lestrarbýli. Men tað stendur einki um, at sosialpolitisk atlit skulu takast. Ein skipan, har prestur røkir tænastu og uppgávur millum næmingar og lesandi í Føroyum, kann setast í verk eitt hálvt ár eftir, at semja er fingin um tað, og Stiftsstjórnin og løgtingið seta sær fyri at útvega fíggingina. Landsstýrismaðurin í mentamálum sigur, at tørvurin á presti, ið virkar við ungfólki burturav, hevur verið umrøddur fleiri ferðir í fólkakirkjuni, men sær vitandi eru ongar ítøkiligar ætlanir um at gera eina slíka skipan. Bjørn Kalsø sigur, at sambært lógini um størv í fólkakirkjuni hevði eitt slíkt embæti verið skipað og fíggjað á sama hátt sum sóknarprestaembæti. Landsstýrismaðurin hevði verið setanarmyndugleiki, og biskupur hevði arbeiðsleiðsluna og hirðaligu umsjónina við presti, sigur Bjørn Kalsø í svarinum til Honnu Jensen. Fiskaaling sleppur í morgin 3.700 rognkelsum á sjógv í alibrúkinum hjá Bakkafrosti á Kunoyarnesi. Rognkelsini eru ald í Føroyum og skulu eta laksalýs. Sigurd Barret hevur seinastu dagarnar undirhildið túsundtals børnum á árligu barnakonsertini í Norðurlandahúsinum saman við Føroya Symfoniorkestri og klovninum, Bubu. Evstamark at søkja gjøgnum kvotu tvey er í dag, 15. apríl, á midnátt. Fróðskaparsetrið bjóðar út átta bachelorútbúgvingar næsta skúlaár, og tríggjar masterútbúgvingar. Tey, ið søkja, fáa svar um upptøku í seinsata lagi 13. juli. Innan triðja august skal umsøkjari, sum verður tikin inn, boða Fróðskaparsetrinum frá, um hann ella hon tekur av tilboðnum. Átjan oyggjar, átjan sendingar ein frá hvørjari oyggj. Tað var ætlanin hjá teimum, ið hava staðið fyri at framleiða sjónvarpssendingina, Spískamarið. Málið hjá kokkinum, Gutta Winther, og framleiðsluliðnum er um at vera rokkið, og í annaðkvøld verður vitjað átjandu og seinastu oynna í røðini í Fugloy. Framleiðsluliðið við glaða kokkinum á skíggjanum hevur nú vitjað í øllum oyggjunum. Punktum verður sett fyri røðini hóskvøldið, tá seinasta sendingin fer á skíggjan. Í átjandu og seinastu Spískamarssendingini eru vit í Fugloy. Hesa ferð fer Spískamarið á fjall við Gullaksenfamiljuni í Hattarvík ein frálíkan heystdag. Vit læra at gera blóðpylsu saman við bóndakonuni, fara eftir skoraveðri og matgera hvítanýra. At enda verður øll familjan og fjallfólkið samlað til eina rimmar máltíð, her eitt feskt krov verður drúgstokt upp á ein rættiliga ótraditiónellan máta. Tað skal upplivast. Sigurð Ó. Vang, sjúkrahússtjóri, og Turid Arge, aðalstjóri í Heilsumálaráðnum, skrivaðu mánadagin undir avtaluna, ið skal tryggja dygdina hjá bæði sjúklingum og starvsfólkum. Í mál og avrikssáttmálanum fyri 2015 verður umrøtt, hvussu Landssjúkrahúsið kann veita góða heilsutænastu á høgum fakligum støði, sum tað stendur í sáttmálunum. Eg minnist, at eg fór í mammubólk. Tær vóru allar glaðar og tóktust stórtrívast í nýggja leiklutinum sum mamma. Og har sat eg kedd og móð og dugdi als ikki at síggja tað góða við tilveruni. Alt var ein fyritøka fyri meg. Eg orkaði ikki upp, kláraði ikki tankan um at skula geva børnunum mat, lata tey í klæði og so framvegis. Og húsið hjá mær fleyt í óruddi, tí eg hevði bara einki yvirskot, sigur Ritha Holm. Við góðum stuðli og hjálp frá sínum nærmastu kom hon í viðgerð og livir í dag væl, hóast sjúkan hevur havt stóra ávirkan á lívið. Eg helt leingi, at eg var tann einasta, sum hevði tað soleiðis. Tað, at tú ikki ert glað og púra vekk í tínum nýðføðingi, tað er ikki nakað, mann bara soleiðis tosar um, tí allar aðrar mammur eru jú glaðar og hava yvirskot. Helt eg, sigur Ritha Holm. Í Vegamótinum greiðir Ritha Holm frá trupla tíðarskeiðinum við barnsburðartunglyndi, og hvussu tað hevur ávirkað seg og familjuna. Líður tú av ovurfiti, ert tú í 24 prosent minni vanda fyri at menna demens seinni í lívinum. Tað siga bretskir granskarar í nýggjari kanning. Hetta er sostatt í beinleiðis andsøgn til verandi heilsutilmæli, skrivar BBC.com . Hetta er mótsøgn til nærum allar, um ikki allar, kanningar, sum fyrr eru gjørdar. Og leggur tú tær allar saman, so druknar okkara kanning allar bæði í stødd og neyvleika, sigur høvuðsrithøvundin og læknin Nawab Qizilbash. Úrslitini eru almannakunngjørd í tíðarritinum, The Lancet Diabetes og Endocrinology . Í nærum 20 ár hava granskarar greinað heilsuupplýsingar frá nærum tveimum milliónum bretum, sum í miðal eru 55 ára gomul. Greiningin vísir, við størsta fyrivarni, at kløn fólk eru í 39 prosent størri vanda fyri at menna demens samanborið við fólk, sum hava normala vekt. Tey, sum líða av ovurfiti, eru hinvegin í 18 prosent størri vanda fyri at fáa demens, og fyri feit fólk er vandin 24 prosent størri. Tað merkir tó ikki, at fiti nú brádliga er fríkent fyri at verða heilsuskaðiligt, siga granskararnir. Tú kanst ikki út frá hesum siga, at tað er í lagi at líða av ovurfiti og eru feit. Sjálvt um tað hevur verjandi ávirkan, so livur tú møguliga ikki nóg leingi til at fáa hesar fyrimunir, sigur Nawab Qizilbash, lækni. Hósdagin 16. apríl, í morgin, hevur Amnesty aðalfund í Perluni í Havn. Eftir fundin verður alment tiltak Revsilógin og neyðtøkur . Tiltakið byrjar klokkan20.00 í Perluni, og øll eru vælkomin at hoyra meira um eina avoldaða revsilóg, sum felagskapurin meinar skal broytast. Arbeiðið hjá Amnesty tekur støði í Kvinnurættindasáttmálnum hjá ST, og Amnesty heitir á føroysku myndugleikarnar at broyta partarnar av føroysku lóggávuni, sum gera mismun av neyðtøkuoffrum. Amnesty meinar, at neyðugt er við eini heildarætlan, sum breitt ávísir, hvat er neyðugt at gera fyri at verja rættarstøðuna hjá teimum, ið eru fyri neyðtøkum. Bakteriur, sum higartil hava verið hildnar at verið meinaleysar, kunnu gerast lívshættisligar, verða tær mótstøðuførar móti antibiotika. Og tær verða tær í størri og størri mun, vísa kanningar. Heilsumálaráðið hevur í hesum sambandi, saman við øðrum fakfólki, savnað fremstu serfrøðina í Føroyum og Danmark til eina ráðstevnu um multi resistentar bakteriur. Ráðstevnan er í Havn í dag. Alheims heilsustovnurin hjá ST, WHO, hevur í áravís rópt varskó um mótstøðuførar bakteriur, og eftirlýsir átøk, sum kunnu tálma skeivu gongdini. Bretskir granskarar hava, sambært Ritzau, staðfest, at fleiri fólk fara at doyggja av mótstøðuførum bakterium í 2050 enn av krabbameini. Mett verður at eini 700.000 fólk árliga doyggja av bakterium, sum eru mótstøðuførar fyri penicillini. Til samanberingar doyggja eini átta milliónir árliga av krabbameini. Trupulleikin er størstur og veksur skjótast í Afrika og Asia, men eisini um okkara leiðir er staðfest, at mótstøðuførar bakteriur elva til álvarsliga sjúku og deyða. Gunnar Skov Simonsen er professari í mikro lívfrøði við universitetssjúkrahúsið í Norður noregi. Hann sigur, at vaksandi mótstøðuføri eisini er staðfest í Noregi, tó at títtleikin av tilburðum enn er lágur sammett við onnur lond. Helvtin av øllum sjúklingum við lungnabruna doyðu av brunanum, og í 1920 unum var fjórðahvør deyðsorsøk í Danmark ígerðarsjúkur so sum tuberklar, lungnabruni og leyst lív. Í 1920 unum kom gongd á granskingina, og tá annað heimskríggj brast á, varð ferð sett á at hópframleiða penicillin. Á vígvøllunum bjargaði nýggi heilivágurin túsundtals hermenn frá at doyggja av bruna í sárum. Hetta hevði annars áður kostað fleiri hermonnum lívið enn krút og kúlur. Mong sløg av nýggjum antibiotika vórðu framleidd, men soleiðis er ikki longur. Tey seinastu 10 15 árini er menningin av nýggjum heilivági mest sum steðgað, samstundis sum mótstøðuførið hjá bakterium er vaksið. Í dag er støðan tann, at vit hava nú bakteriur, sum elva til ígerðir hjá fólki, men har vit einki antibiotika hava, sum kann basa sjúkuni. Orsøkin til hesa gongdina er fyrst av øllum alt ov stór nýtsla av antibiotika bæði á sjúkrahúsum, hjá kommunulæknum og eisini í ídnaðinum. Bjørt Samuelsen, tingkvinna, hevur í hesum sambandi spurt Karsten Hansen, landsstýrismann í heilsumálum, hvat gjørt verður í Føroyum fyri at fyribyrja skeivu gongdini. Landsstýrismaðurin hevur 10 yrkadagar at svara spurninginum. Útvarpið fer í dag at seta sjóneykuna á trupulleikan við mótstøðuførum bakterium. Tað verður í Radaranum seinnapartin klokkan fimm minuttir yvir fimm. Apple Watch er fyrsta heilt nýggja vøran hjá Apple í 5 ár, og sølutølini benda á, at snild ur verða púra vanligur lutur næstu árini Pero Sore, einasti giktlækni í Føroyum, hevur sagt seg úr starvi. Sostatt er eingin giktalækni á landssjúkrahúsinum longur, skrivar in.fo Tað hevur hann váttað men so hevði hann ikki fleiri viðmerkingar til málið. Pero Sore hevði upprunaliga sagt seg úr starvi til 31. desember 2014. Tvær ferðir er uppsøgnin útsett og fyri hálvum øðrum mánaði síðani var aftur galið. Tað eydnaðist tó at hava giktlæknan í starvi nakrar vikur aftrat, hóast partarnir ikki vóru samdir um treytirnar. So seint sum fyri viku síðani segði Anders Bøgesvang, varastjóri á Landssjúkrahúsinum, at hann ikki hevði mist vónina um at finna eina loysn og varðveita einasta giktlæknan í Føroyum. Sambært Bøgesvang vóru krøvini hjá Pero Sore tvíbýtt, ein partur vóru krøv til Landssjúkrahúsið, meðan hin parturin var avtala millum heilsutrygd og serlæknafelagið. Tað hevur leingi verið greitt, at ein giktlækni í Føroyum ikki er nóg mikið. Tað framgongur eitt nú í álitinum um framtíðar sjúkrahúsverkið í Føroyum. Herfyri søkti Landssjúkrahúsið eftir nýggjum giktlækna. Freistin var 1. apríl og ein umsókn kom til starvið tað var meira enn Landssjúkrahúsið roknaði við. Útvarpið royndi í dag at fáa eina viðmerking frá Pero Sore og sjúkrahúsleiðsluni, men tað hevur ikki eydnast okkum at fáa fatur í nøkrum teirra. Ein bindifestivalur er ikki eitt nýtt fyribrigdi, tí íblásturin er komin úr øðrum londum. Men sjálvandi skulu vit, sum hava eina so stóra bindimentan, eisini hava ein bindifestival, siga tey ið skipa fyri. Tað er í kvøld at festivalurin verður settur og enn er møguleiki at vera við. Hetta er ein festivalur, har tað er møguleiki at vera saman við fólki, hugna sær, læra og uppliva mentan og matmentan. Morgunsendingin vitjaði í morgun í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, har Eileen Ejdesgaard, Jastrid á Dalbø, fyriskiparar, Marenza Poulsen, kokkur og Eyðun á lakjuni, formaður í mentamálanevndini í Fuglafjarðar kommunu. 19 filmsverkætlanir fáa nú tilsamans 700.000 krónur í stuðuli á filmsjáttanini hjá Mentamálaráðnum. Hetta eru 200.000 krónur meira enn í fjør, 2014. So leingi ella stutt tók tað einari kvinnu, tá hon í seinastu viku føddi fimmburar, ið vórðu gentubørn, á einum sjúkrahúsi í Texas, skriva amerikanskir miðlar. Sjúkrahúsið, Hospital of Texas, var væl fyrireikað til føðingina. Sjey starvsfólk á sjúkrahúsinum, Hospital of Texas, vóru við, tá tær fimm genturnar vórðu føddar. Alt gekk væl. Genturnar hava fingið eina góða byrjan upp á lívið, og vit gleða okkum at síggja genturnar vaksa upp, sigur ein lækni við NBC News. Vágatunnilin verður latin landinum í desember næsta ár, og leisturin fyri Norðoyatunlinum er tann sami, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í tunnilsmálum. Lánið, sum partafelagið Vágatunnilin tók at byggja tunnilin fyri, er goldið aftur, men hann verður ikki latin landinum fyrr enn næsta ár, tí fyrst skal tunnilin dagførast. Jørgen Niclasen sigur, at tað kostar tvær milliónir krónur at reka Vágatunnilin, men tað kostar hálva triðju millión um árið at krevja bummgjald, sigur hann. Tí eigur tað at vera ókeypis at koyra í Vágatunlinum, tá hann er vorðin partur av landsvegakervinum, sigur landsstýrismaðurin í tunnilsmálum. Landsstýrið eigur eisini at tryggja sær, at tyrlan ikki er leigað út til onnur endamál, so hon altíð er tøk til bjarging, heldur Jan Høggaard. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sigur, at Atlantic Airways skal tryggja, at ein tyrla altíð er tøk til bjargingarendamál. Meirilutin heldur einki endamál vera við enn einaferð at samtykkja nakað, sum er samtykt. Minnilutin í fíggjarnevndini, Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin, tekur undir við uppskotinum hjá Framsókn, men hevur eitt broytingaruppskot. Samgonguflokkarnir halda, at neyðug stig eru tikin, og at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fer at leggja uppskot fyri tingið um at lækka ferðaavgjaldið enn meiri, um tað er búskaparliga ráðiligt. Mælt verður til, at landsstýrið skal leggja uppskot fyri tingið um so líðandi at taka ferðagjaldið á millumlanda ferðaseðlum burtur í tann mun, tað er búskaparliga ráðiligt. Tað er italiumaðurin Felice Vinci, sum er komin fram við hesum óvæntaðu útsøgnunum í bókini Omero nel Baltico, ið hann skrivaði í 1995. Bókin varð í 2012 týdd til danskt við heitinum Homers nordiske Rødder. Norrøna Felagið í Føroyum hevur fingið í lag ferðina hjá Felice Vinci til Føroya. 69 ára gamli Vinci er annars atomalisfrøðingur, og hevur verið knýttur at universitetinum í Rom. Men hann hevur eisini gjøgnum lívið verið sera upptikin av Homer og hansara fornu hetjukvæðum. Ástøði hansara taka útgangsstøði í, at griksku sagnmennini vóru norðbúgvar, sum einaferð í tíðini eru flutt suðureftir undan kuldanum, og hava tikið hetjusøgur sínar við sær. Tí hvussu kundu Trojansku kríggini annars verið kríggjað runt allan sólarringin, um tey ikki gingu fyri seg norðarlaga á jarðarhálvuni Í miðjararhavsøkinum bar ikki til at kríggjast um náttina, hvørki summar ella vetur. Sambært Vinci spæla Nólsoy, Stóra Dímun og Kalsoy sínar leiklutir í søgnini um Odysseus. Kvæðini ganga annars í høvuðsheitum fyri seg í skandinavisku londunum og Eystrasalti. Heim Odysseusar var á donsku oynni Lyø, hin vakra Helena úr Suðursælandi, Kalypso var føroyingur, trøllkvinnan Kirke búði onkrastaðni norðan fyri polarringin og kykloparnir vóru mannátarar úr Norðurnoregi. Troja var í Finnlandi, og trojansku kríggini gingu fyri seg í grønu dølunum har suðuri Finnlandi. Tað hevur mentamálaráðharrin, Thorhild Widwey, gjørt av. Við hesum hevur norska stjórnin tikið endaligu avgerðina um, at norskt útvarp verður fullkomiliga talgilt frá 2017, skrivar NRK . Talgildingin letur upp fyri einum størri fjølbroytni av rásum, sum lurtararnir kring landið kunnu fáa gagn av. Haraftrat verður ljóðgóðskan betri, tilbúgvingin betri og størri kapping, sigur mentamálaráðharrin í tíðindaskrivi. Í februar váttaði norska Miðlaeftirlitið, at krøvini til at sløkkja FM eru lokin og at útvarpið kann talgildast heilt frá 2017. 56 prosent av lurtarunum lurtaðu eftir talgildum útvarpi við ársskiftið. Frá fyrsta ársfjórðingi í fjør til fyrsta ársfjórðing í ár er brúkaraprístalið lækkað 1,6 prosent. Príslækkingar á brennievni hava ávirkað brúkaraprístalið mest hetta seinasta árið. Hagstovan hevur gjørt upp, at í nýtslubólkinum Býli er prísurin á brenniolju til húsarhald farin 18,9 prosent niður. Rentan á íbúðalánum er eisini lækkað, og samanlagt er býliskostnaðurin minkaður 7 prosent. Í nýtslubólkinum Flutningur eru prísirnir á brennievni til akfør lækkaðir 16,5 prosent, og samanlagt er flutningskostnaðurin farin 2,1 prosent niður. Prísfall hevur eisini verið í fleiri øðrum nýtslubólkum. Í bólkinum ymiskar vørur og tænastur eru prísirnir lækkaðir 2,3 prosent, tí barnagarðspláss eru vorðin bíligari. Prísirnir á innbúgvi og húsbúnaði lækkaðu 1,7 prosent. Størsti prísvøksturin 2 prosent hevur verið innan samskifti. Tað eru postgjøld, sum eru hækkað. Á heimsmarknaðinum hevur vinyl sølan verið í vøkstri á hvørjum ári seinastu 18 árini. Framskrivingar vísa, at framgongdin verður 70 prosent í ár. Eisini í Føroyum verða LP plátur framvegis givnar út, og tær seljast eisini, sigur Kristian Blak, stjóri í plátufelagnum Tutl. Dømi er Bridges hjá Eivør, sum er seld í áleið 8000 eintøkum 500 teirra eru vinylplátur. Í løtuni er einki, sum bendir á at at vinylplátan, sum hevur fleiri enn 100 ár á baki, fer at doyggja. Síðstu 20 30 árini hava alsamt fleiri sløg av bakterium ment ein sonevndan antibiotika resistens tær eru blivnar mótstøðuførar móti penicilin og øðrum antibiotika. Roknað verður við, at okkurt um 25.000 fólk í Evropa doyggja av vandamiklum bakterium, hvørt ár. Eisini eru bretskir granskarar í nýggjari kanning komnir til ta niðurstøðu, at í 2050 vilja fleiri menniskju doyggja av bakterium, sum eru mótstøðuførar móti antibiotika, enn av krabbameini. Trupulleikin við multi resistentum bakterium er størstur í menningarlondum, serliga í Afrika og Asiu, men seinnu árini eru tilburðarnir her um okkara leiðir fleirfaldaðir. Í hesum døgum verður ein nýggjur tyrlusáttmáli millum landsstýrið og Atlantsflog orðaður. Ein embætisbólkur við umboðum úr Fiskimálaráðnum, Vinnumálaráðnum og Heilsumálaráðnum hevur fingið mandat til at samráðast við Atlantsflog um ein nýggjan sáttmála. Galdandi tyrlusáttmáli fer úr gildi á nýggjárinum. Í hesum sambandi hevur Atlantsflog ætlanir um at endurnýggja tyrluflotan ítøkiliga við at skifta verandi tvær Bell412 tyrlur út við tvær nýggjar AW139 tyrlur. Læraraútbúgvingin verður nú broytt, og fyrstu broytingarnar koma í gildi næsta ár. Skúlablaðið skrivar, at grundskeiðið í føroyskum verður longt, linjugreinaútboðið verður størri og øðrvísi, og dent verður lagdur á meiri starvslæru. Hóast fyrstu stigini at broyta læraraútbúgvingina verða tikin næsta ár, er ætlanin alla tíðina at laga hana til broyttu samfelagsviðurskiftini, og tað fer eisini at merkjast á Setrinum. Eitt nú verða gáttir millum deildirnar lækkaðar, sigur Sigurð í Jákupsstovu við Skúlablaðið. Sum er ber til at flyta lærarakreftir millum deildiarnar, men í framtíðini fer eisini at bera til at flyta næmingar millum deildir. Í ár hevur undirvísingin í søgu á læraraútbúgvingini partvís ligið saman við Søgu og samfelagsdeildini á Fróðskaparsterinum. Tá komið er longri við ætlanunum, verður Lærarafelagið kunnað um broytingarnar. Frá at vera ein útbúgving, sum ikki var grundað á gransking sum so, setti Setrið sær fyri, at læraraútbúgvingin skuldi verða ein universitetsbachelor. Tað at sameina nýggju útbúgvingina við læraragerningin er ein avbjóðing, sigur Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetrinum, við Skúlablaðið. Nú fáa vit lesandi, sum ætla at gerast granskarar. Tey vilja menna og útinna gransking og brúka hana til gagns fyri undirvísingina, sigur hann. Læraraútbúgvingin er ein av elstu útbúgvingum í landinum. Læraraskúlin varð stovnaður í 1870, og í 2008 varð skúlin lagdur saman við Fróðskaparsetrinum. sendingini hesa ferð hoyra vit um Stevie Ray Vaughan, sum andaðist bert 35 ára gamal, og heimurin tískil misti stórsta talenti innan electro blues tónleikin. Brúkararnir hava kanska ikki merkt so nógv til tað, tí bakaríini, ið eftir eru, eftir at øllum at døma eru før fyri at nøkta tørvin á breyði og køkum. Løgtingið hevur einmælt samtykt eitt uppskot frá løgtingsgrannskoðarunum um, at landsstýrið skal gera reglur, sum tryggja, at áhugamálini hjá landinum í partafeløgum, stovnum og grunnum verða forsvarliga røkt. Løgtingsgrannskoðararnir vilja hava, at landsstýrið tryggjar sær, at tað hevur ávirkan, sum svarar til váðan ella kostnaðin, landið átekur sær. Løgtingsgrannskoðararnir vilja hava landsstýrið at orða ein eigarapolitikk. Teir skjóta eisini upp, at landsstýrismaðurin skal gera eina árliga frágreiðing um virkiseindirnar, sum landið eigur ella er uppií, men sum ikki eru í fíggjarlógini. Øll 25 tingfólkini, sum vóru í tingsalinum, atkvøddu fyri uppskotinum. Hann ger vart við, at um politiski myndugleikin vil geva einstøkum fíggjarliga sperdum borgarum lægri húsaleigu, so má tað gerast sum til dømis íbúðarískoyti frá tí almenna. Eisini vitja vit á Reinsarínum, nú nýtt bókmenta og tónleikatiltak verður fyrireika í samstarvi við Reinsaríið og Forlagið Sprotan, har vit hitta Boga Andreasen, Poul F. Guttesen, Beintu Clothier, Súsonnu Tórgarð og Allan Dalsgarð. Ein heilur grísur havur ligið á grillini allan fyrrapartin, og hann verður klárur at seta tenninar í um 14 tíðina. Høvuðsevnini, sum hava fylt blaðið í langa tíð, eru Klaksvíkar sjúkrahús og fótbóltsliðið KÍ. Morgunsendingin var í Klaksvík tíðliga føðingardagin, har vit hittu stjóran og blaðstjóran á Norðlýsinum. Eisini var Han s Hjalti Skaale, táttasyngjari, á vitjan á Norðlýsinum. Ungdómsleiðarar, lærarar og heilsustarvsfólk í Føroyum eru boðin á skeið hjá Fólkaheilsuráðnum um tríggjar vikur, 7. og 8. mai, sigur Fólkaheilsuráðið . Pengarnir hava sera stóran týdning fyri verkætlanina, sigur Ingun í Skrivarastovu, sum eigur felagið Fish and Film, ið framleiðir nýggja filmin hjá Sakaris Stórá. Pengarnir úr Mentamálaráðnum fara at gera tað lættari at fáa onnur at stuðla filminum, sigur Ingunn í Skrivarastovu. Filmurin hjá Sakaris Stórá fekk størstu játtanina, tá Mentamálaráðið mikudagin kunngjørdi, hvørjar 19 filmsverkætlanir fáa stuðul á filmsjáttanini hjá ráðnum. Eftir ætlan verður nýggi filmurin hjá Sakaris Stórá frumsýndur í februar komandi ár. Snorri Brend, stuðul, gleðist um tey tilboð sum eru at fara til. Hóast at tey, sum eru á skeiðnum ikki hava somu avbjóðingar ella hava tað eins, so fáa øll okkurt burturúr at vera við. Hilda Poulsen, er 19 ára gomul, hetta er annað árið at hon er við og hevur longu avgjørt at hon fer at melda seg til aftur næstu ferð. Hetta er tíggjundu ferð at Mýling luttekur og eisini hann ætlar sær aftur næsta ár, tá er hann 55 ára gamal. Hoyr samrøðuna við Mýling og Hildu Poulsen, brúkarar og Snorra Brend, stuðul, um vikuna á háskúlanum. Fólk eru nøgd við tænastustøðið, skrivar Landssjúkrahúsið . Uttanlandsdeildin á Landssjúkrahúsinum skipar fyri ferð og uppihaldi hjá sjúklingum, ið skulu uttanlands í viðgerð. Stórur partur av føroysku sjúklingunum, ið skulu viðgerast uttanlands, fara til Danmarkar í viðgerð, har teir fáa innivist á Sjúklingahotellinum Tórshavn. 119 fólk, sum hava búð á Sjúklingahotellinum ávíst tíðarskeið í ár, hava svarað spurnarblaði um praktiska kunning í samband við ferðina, og um mat, reingerð og sjúkrarøkt á sjúklingahotellinum. Yvirorðnaða úrslitið vísti høgt nøgdsemi við tænastuna, skrivar Landssjúkrahúsið. Tey, ið svaraðu, høvdu møguleika at koma við viðmerkingum til annað enn settu spurningar, og fleiri bóru fram viðmerkingar til betringar innan ávís øki. Endamálið við kanningini er, at sjúklingurin skal fáa betri tænastu og at tænastan verður samskipað á besta hátt millum Uttanlandstænastuna, Sjúklingahotellið og viðgerðastaðið. Ongantíð áður hevur ein ársbyrjan verið so heit sum tríggir teir fyrstu mánaðirnir í ár hava verið. Tað vísa nýggj tøl, ið NASA hevur skrásett. Miðalhitin í øllum heiminum í januar og februar var 0,45 stig hægri enn sammett við 2014, staðfesta nýggju veðurhagtølini sambært Updraft. Somuleiðis verður mett, at sannlíkindini fyri at 2015 verður tað heitasta árið higartil í øllum heiminum vaksa, skrivar veðursíðan, Climate Progress , á netinum. Veðurhagtølini, ið miðalhitin í øllum heiminum verður roknaður út eftir, strekkja seg heilt aftur til 1880, sambært dátugrunninum hjá NASA. Norðurlendingar kunnu arbeiða í Føroyum uttan at hava hesi loyvi, men aðrir útlendingar skulu hava hesi loyvi, sama um talan er um lønt ella ólønt arbeiði, sigur Hildur Hentze, á Kriminaldeildini hjá løgregluni. Síðani verða málini latin danska útlendingarstýrinum, sum síðani skal taka støðu til, um útlendingarnir skulu fáa bót, um teir skulu vísast av landinum og um teir skulu fáa innferðaarforboð í nøkur ár. Fólkini, sum løgreglan kannar arbeiða øll innan gistingarhúsvinnuna. Hildur Hentze sigur, at løgreglan í næstum fer at gera stikkprøvar á arbeiðsplássum, har útlendingar arbeiða. Tað er ikki longur eitt krav at hava týskt í fólkaskúlanum, og sum gongdin er sær út til at fakið endar við at verða byrjunarmál í miðnámi, skrivar hon í Skúlablaðnum. Tað er sostatt nóg mikið við føroyskum og enskum, um tú skalt hava studentsprógv, og vandi er fyri, at børn og ung framyvir ikki fara at hava sama málførning, um týskt dettur burtur í fólkaskúlanum, heldur Maria Heradóttir. Skúlaskipanin hevur longu elvt til eina niðurlaðing av fremmandamálum undantikið í enskum. Skipanin leggur upp til, at tú kanst enda eitt mál eftir bert tveimum árum, og tað er sjálvdan nóg mikið at gerast førur fyri at brúka málið sjálvstøðugt. Útlitini eru, at vit fara at duga færri mál á einum lægri stigi undantikið í enskum. Tað er ofta týskt, tað gongur útyvir, tá skúlarnir skulu raðfesta, heldur Maria Heradóttir. Vællærugreinaskipanin ger, at valfakini køva hvørt annað, og dømi eru um, at lærarar, foreldur og næmingar venda sær ímóti týskum, tí lærugreinin tekur frá øðrum. Skúlar leggja tímarnar saman seint á degi, ella leggja annað virksemi samstundis. Avleiðingin er næmingafráfall, avlýstir tímar, og at næmingarnir mugu velja fakið frá. Rólant Waag Dam var á Reinsarínum í Havn, har sent varð beinleiðis frá tiltakinum Orð og tónar. Teknikkurin argaði, og ljóðið hoyrdist ikki so væl. Øði kom í framleiðaran, ið áhaldandi royndi at fáa fatur á tíðindamanninum í Reinsarínum, heldur í øllum førum Føroyaportalurin, ið er kendur fyri at venda øllum á høvdið. Her er ósensureraða útgávan av innslagnum frá Reinsaríinum í Degi og Viku í kvøld. Tað sæst í svari frá Karsten Hansen, landsstýrismanni, til Eyðgunn Samuelsen, tingkvinnu. Karsten Hansen svarar, at í fjør vóru tilsamans 342 ársverk í heilsuverkinum. Av teimum vóru 30 tímalønt, tað svarar til 8,8 av ársverkunum hjá sjúkrarøktarfrøðingum. Karsten Hansen skrivar tó ikki, hvussu nógvar sjúkrarøktarfrøðingar talan er um, men vísur bert á talið av ársverkum. Karsten Hansen sigur, at hann ikki dugir at síggja nakran stórvegis trupulleika í, at smá níggju prosent av ársverkunum eru tímalønt. At ein lítil partur, smá 9 av sjúkrarøktarfrøðingunum, sum starvast í heilsuverkinum ígjøgnum eitt ár ikki eru í føstum starvi, men fáa tímaløn, er ikki ónatúrligt, sigur Karsten Hansen. Talan er fyrst og fremst um avloysarar, og avloysarum fer altíð at vera tørvur á, sigur landsstýrismaðurin í heilsumálum í svarinum til løgtingskvinnuna. Til tað svarar Karsten Hansen, at bert smá níggju prosent av sjúkrarøktarfrøðingunum eru tímalønt, og at tað annars er sera lítil útskifting í hópinum av sjúkrarøktarfrøðingum. Lítla útskiftingin má síggjast sum eitt tekin um, at sjúkrarøktarfrøðingar støðast væl í sjúkrahúsverkinum, heldur landsstýrismaðurin. Samstundis stendur tó eisini, at talið á sjúkrarøktarfrøðistørvum í heilsuverkinum hevur staðið at kalla í stað seinastu árini, tí heilsuverkið í fleiri ár ikki hevur fingið fulla lønarframskriving. Tað merkir, at eingi nýggj størv koma afturat teimum verandi, og at longri ímillum leysu størvini, skrivar Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum í svarinum til Eyðgunn Samuelsen, tingkvinnu. Tað heldur Johan Dahl, sum hevur lagt uppskot fyri løgtingið at gera broytingar í útlendingalógini. Fyrsta viðgerð var í løgtinginum hósdagin. Sum nú er, fær ein útlendingur í flestu førum ikki longt búloyvi, um so er, at hjúnafelagin ella tann, sum viðkomandi livir saman við, doyr. Tí grundarlagið fyri loyvinum, sum er, at tey liva saman á felags bústaði, er burtur. Eitt barn, sum hevur fingið búloyvi, grundað á reglurnar um familjusameining, fer heldur ikki at fáa longt búloyvi, um tann av foreldrunum, sum viðkomandi hevur fingið familjusameining við, ikki longur er búsettur í Føroyum. Fyri stuttum varð útlendingalógin í Danmark broytt, tí ein útlendsk kvinna við einum barni, sum búði í Danmark og var gift við donskum manni, varð víst av landinum saman við barninum, tí maðurin var deyður. Í Danmark er tað nú sostatt lættari hjá útlendingum at fáa longt búloyvi í Danmark aftaná, at hjúnafelagin ella tann, sum viðkomandi livir saman við, og sum býr í Danmark, er deyður. Landsstýrismaðurin í Vinnumálum skrivar, at lógaruppskotið hvørki hevur fíggjarligar ella umsitingarligar avleiðingar fyri land ella kommunur. Lógaruppskotið hevur verið til hoyringar hjá Útlendingastovuni. Útlendingastovan skrivar, at sambært lógaruppskotinum lýkur útlendingur, sum millum annað hevur víst vilja til at integrera seg, treytirnar fyri at fáa framhaldandi búloyvi aftaná, at hjúnafelagin ella tann, sum viðkomandi livir saman við, er deyður. Útlendingastovan viðmerkir, at tað kunnu standast tulkingarspurningar um, hvørt útlendingurin hevur víst vilja til at integrera seg, tí eingin integrasjónslóg er galdandi í Føroyum. Til hetta viðmerkir Johan Dahl, at tað eigur at vera viðkomandi kommuna har útlendingurin býr, sum verður hoyrd í slíkum málum umvegis Útlendingastovuna, tí tað verða kommunurnar, sum koma at hava ein stóran leiklut í slíkum málum frameftir. Síðan Eivør gav út nýggjastu fløguna Bridges tann 27. februar í ár, hava konsertir í Íslandi, Týsklandi, Eysturríki og Danmark staðið á skránni. Við 26 konsertum tær seinastu 5 vikurnar, verður tað ein væltrimmaður bólkur vit fáa á pall. Á konsertferðini í Týsklandi var Marius við og hitaði upp, og tað fer hann eisini at gera til hesar konsertirnar. Umframt tað syngur hann eisini kór í nøkrum løgum hjá Eivør. Tey ið verða á pallinum, eru Mikael Blak, Høgni Lisberg,Tróndur Bogason, Marius Ziska og so sjálvandi Eivør. Konsertirnar verða á Reinsarínum leygarkvøldi klokkan20 og klokkan22 og í Løkshøll sunnudagin klokkan19.30. Konsertirnar í Havn eru útseldar, men í skrivandi stund eru atgongumerki eftir til konsertina í Runavík. Talan er um ætlaðu útbyggingina av Tórshavnar havn. Tórshavnar býráð samtykti á býráðsfundi 19. mars 2015 uppskotið um serstaka byggisamtykt fyri at víðka Skansabryggjuna og Eystara havnarlag. Uppskotið til serstaka byggisamtykt ásetir skipan av økinum og treytir fyri bygging. Serstaka byggisamtyktin fevnir um matrikkul nummar 651l, 600c, 600d, 600e og part av 600a, Tórshavn, ið eru matriklarnir, sum fevna um havnarlagið og økini, har bygningarnir á havnarlagnum standa. Økið fram við sjóvarmálanum gongur niðan til bygningin hjá Advokatfelagnum eystan fyri Eik Banka. Harumframt er talan um matrikulin beint sunnan fyri Kommandørhúsini við Eystfalssker, har ætlanin er, at nýggja innkoyringin til havnarøkið skal verða. Tað skrivar in.fo. Tilfar, sum lýsir uppskotið til serstøku byggisamtyktina, liggur frammi í Snarskivuni á Vaglinum og heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu, torshavn.fo frá 20. apríl til og við 11. mai. Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar kommunu skrivliga í seinasta lagi 1. juni 2015, sigur Tórshavnar kommuna í lýsingini. Handaðar verða tríggjar virðislønir til kórini. Tann fyrsta fyri bestu framførslu. Tað vil siga neyvleika, tónlistagávur og dynamikk. Onnur virðisløn er fyri mest upprunakendu, skemtiligu og, ella sermerktu framførslu. Til dømis tá ræður um framførsluhátt, rørslu, koreografi, serligan innmarsj og fjølbroytni í uppstilling. Nakað, sum kann gera framførsluna skemtingarsama ella út yvir tað vanliga. Triðja virðisløn er fyri best samansettu sangskrá. Eitt nú við einum tema, fjølbroytni, skjótum og seinum tempo ella onkursvegna fyri at hava samansjóðað eina skrá á ein upprunakendan hátt. Formaðurin í kórsambandinum, Kári Bæk, var í útvarpsstovuni í morgun og greiddi frá. 1. Ein maður skrivar um konuna, sum brúkar alla lønina á dýr ting, tí hon elskar merkja vørur. Men avleiðingin er, at ongin gevur henni gávur, tí hon koyrir gávur burtur ella á loppumarknað. 2. Er tað rætt at hjún arbeiða á sama arbeiðsplássi Hvørjar leiðreglur skal mann hava, tí enda øll ikki í eini loyalitetskreppu, tá kona stjóran er eitt av starvsfólkunum Tí, hvønn dag hava børnini fleiri børn heim við, so hon er næstan endað, sum ein dagrøktarmamma. Børnini eru svong og eta nógv og tey órudda. Hvat skal henda kvinnan gera Í Italia hevur politiið handtikið 15 muslimsk flóttafólk, tí illgruni er um, at tey hava tveitt 12 flóttafólk fyri borð úr einum báti, sum tey flýddu við úr Libya til Italia. Flóttafólkini, sum vórðu tveitt fyri borð, vóru øll kristin, og hildið verður, at tey øll hava latið lív, skriva BBC og CNN. Tilsamans 105 fólk vóru í bátinum, sum fór úr Libya týsdagin og setti kós móti Italia. Sjónaváttar siga, at tað kom til ilnar millum fólk umborð, og at 12 kristin flóttafólk vórðu tveitt fyri borð. Mikudagin tók italska sjóverjan flóttafólkini á bátinum upp og flutti tey til Palermo í Sisilia, har tey 15 fólkini vórðu handtikin. Tey handtiknu eru ættað av Fílabeinsstrondini, Senegal, Mali og Guinea, og tey eru skuldsett fyri morð sum hevur uppruna í átrúnaðarligum haturi, skrivar BBC. Hvørt ár royna fleiri túsund flóttafólk úr Afrika at koma sær inn á evropeiska meginlandið í bátum og skipum. Hetta er ein sera vandafull ferð, tí higartil í ár eru 500 fólk deyð í royndini at sleppa yvirum. Familja, politikarar og starvsfelagar í týska flogfelagnum, Germanwings, eru í dag savnað í eini dómkirkju í K ln í Týsklandi, har tey minnast tey deyðu. Eitt hvítt flagg veitrar uttanfyri dómkirkjuna í K ln. Almennu myndugleikarnir í Týsklandi markera eisini dagin, og hava vundið fløggini á hálva stong. 150 kertuljós eru tendrað fyri at minnast tey 150 fólkini, eitt kertuljós fyri hvørt fólkið eisini fyri stýrimanninum, hildið verður fleyg fólkini í deyðan við beráddum huga. Hetta er ikki dagurin at døma fólk, sigur erkabispurin í Cologne, Rainer Maria Woelki, sambært týska blaðnum, Bild , fríggjamorgunin. Andras Róin stjóri í Bústøðum mikudagin vísti á, at Bústaðir ikki hava meira pening til nýggjar íbúðarverkætlanir, og at felagið vil hava heimild at læna pening at byggja fyri. Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Í gjár sóknaðist Rodmundur Nielsen, løgtingsmaður í Fólkaflokkinum, eftir uppskotinum, sum fíggjarnevndin og løgtingið samtyktu saman við fíggjarlógini í desember. LÍV 3 er insolvent, og Landskassin hevur veghald fyri eina milliard og 45 milliónir krónur í felagnum. Men landið er ikki sinnað at leggja eina milliard á borðið nú. Hetta fara tryggingartakararnir kortini ikki at merkja nakað til, sigur avvarandi landsstýrismaðurin, Johan Dahl. Soleiðis sigur 21 ára gamla Selma Tausen Olsen, sum fyri tveimum árum síðani fekk staðfest asperger syndrom. Selma gongur nú í 2.s í nýggja serflokkinum í hoydølum. Longu sum 15 ára gomul gjørdist Maud Wang Hansen mamma. Hon legði beinavegin til merkis, at alt ikki ruggaði rætt. Sonurin var ikki sum hini børnini. Hon fekk at vita, at orsøkin kundi vera, at hon gjørdist mamma ov tiðliga. Ikki fyrr enn sonurin varð 25 ára gamal, fekk hann svar uppa sínar trupulleikar. Maud Wang Hansen greiðir frá, hvussu tað var og er at hava ein son við asberger syndrom. Vit práta eisini við Kristonnu Mortansdottir, samskipara og lærara í serflokkinum í Hoydølum, og Heidi Aagaard, forkvinnu i Autismufelagnum. Vátserviettar av merkinum First Price eru tiknir av hillunum í sms samtakinum, tí kanningar hava víst at teir kunnu elva tíl ovurviðkvæmi. Samstundis liva teir ikki upp til krøvini um at vera svanamerktir. Dømi hava í seinastuni verið um, at fólk eru komin illa fyri av hesum vátserviettum frá First Price. Ein teirra er Oda Kjartansdóttir Strøm. Longu undan aðalfundinum er greitt, at Herálvur Jacobsen heldur fram sum formaður í Lærarafelagnum. Hóast formansval og nevndarval eru á skránni, so bjóðar eingin verandi formanni av. Herálvur Jacobsen hevur verið formaður seinastu tvær seturnar. Maria V. Hansen og Jákup av Skarði, sum eru ávikavist kassameistari og skrivari, standa fyri vali, men heldur ikki har bjóðar nakað annað valevni seg fram. Orsøkin er, at peningastovnarnir hava júst somu tænastu í Netbankanum, sigur Súni Schwartz Jacobsen, stjóri í Eik Banka, við Dimmalætting. Til fyri stuttum hava peningastovnarnir sent viðskiftafólkunum kontoavrit í MínBoks, men nú verða hesi í staðin send gjøgnum netbankan, har tænastan sambært bankastjóranum er hin sama. Okkurt um 13.000 fólk hava fingið sær MínBoks, og í partafelagnum MínBoks kemur avgerðin hjá peningastovnunum illa við. Tí peningastovnarnir eru stórur partur av inntøkugrundarlagnum hjá MínBoks. Vit høvdu ynskt, at peningastovnarnir hildu fram eina tíð enn, tað hevði givið okkum eitt betri grundarlag, men peningastovnarnir hava valt øðrvísi, sigur Kjartan Thomassen, nevndarformaður í MínBoks, við Dimmalætting. Heilsumyndugleikarnir í Danmark viðmæla, at børn fáa bróst í seks mánaðir um móðir og barn trívast við tí. Fyribils eru 271 børn kannað. Granskingarverkætlanin er partur av verkætlanini Odense Børnekohorte har granskarar fylgja meira enn 2.500 børnum í Odense frá tey verða fødd til tey eru 18 ár. Tór Marni Weihe sigur, at hann fegnast um ætlanina at byggja lestraríbúðir, men hann vísir á, at fleiri ósvaraðir spurningar eru, og tí er trupult at siga nakað um hesa ítøkiligu ætlanina Við at sitera góðu ráðini, sum Tage Erlander í oktober 1969 gav einum ungum Oluf Palme á landsfundinum hjá svenska Javnaðarflokkinum, læt Aksel V. Johannesen ongan iva vera um, at hann er til reiðar at leiða føroyska Javnaðarflokkin fram móti komandi løgtingsvali og at skipa samgongu eftir valið. Í drúgvu formansfrágreiðing síni á landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum vísti formaðurin í Javnaðarflokkinum á vaksandi undirtøkuna, sum Javnaðarflokkurin fær í veljarakanningunum har meira enn fjórði hvør veljari sigur seg seta krossin við Javnaðarflokkin, um val var í dag. Endamálið við fundinum er at kunna skúvoyingar um Ramsar sáttmálan, og hvat tað vil siga, at Skúvoy er útnevnd til Ramsarøki, skrivar Umhvørvisstovan á heimasíðu síni. Eisini er endamálið við fundinum at geva bygdarfólkinum høvi til at geva íkast til arbeiðið at gera Ramsarætlan fyri oynna, serliga at vera við til at eyðmerkja møguligar hóttanir móti fuglalívi í oynni. Umboð fyri Fiskimálaráðið, Náttúrugripasavnið, Havstovuna og Umhvørvisstovuna fara at greiða frá, hvat higartil er gjørt frá almennari síðu, og hvørjar ætlanir liggja fyri framman, skrivar umhvørvisstovan. Tað var nógv fólk úti í nátt, men tað var sum heild bæði gott skil og gott lag á á fólki, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn, Hallgrím Hansen. Ein var tikin fyri rúsdrekkakoyring, og tveir mans høvdu so høga promillu, at løgreglan metti, tað var best, at teir svóvu rúsin av sær, áðrenn teir sleppa heimaftur. Innbrot var í nátt í sølubúðina hjá Okkara á Karlamagnusarbreyt í Hoyvík. Løgreglan veit ikki enn, hvussu nógv tystu tjóvarnir hava tikið við sær haðani. Fólk frá løgregluni vóru í nátt runt á skeinkistøðunum í høvuðsstaðnum, har kannað varð, um viðurskiftini hjá skeinkistøðunum vóru í lagi. Vit kannaðu, um tey halda seg til lógina, at rýmingarleiðir ikki eru blokeraðar og at einki fólk undir 18 ár er á skeinkistøðunum, sigur Hallgrím Hansen. Har var einki at finnast at. Viðurskiftini á skeinkistøðunum, løgreglan kannaði í nátt, vóru í lagi, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn. Tvær ferðirnar var boð efttir bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways fríggjadagin, sigur vakthavandi hjá MRCC, Tórshavn, Eli Lyngvej Larsen. Fyrru ferðina var klokkan tvey fríggjanáttina. Tá fleyg tyrlan eftir einum manni á íslendska svartkjaktaskipinum, Beitir, ið var statt 110 fjórðingar sunnanfyri Suðuroynna. Fáar tímar seinni, klokkan átta fríggjamorgunin, var tyrlan aftur á somu leið eftir einum manni. Ein maður umborð á Christiani í Grótinum varð tá flogin á Landssjúkrahúsið til viðgerðar. Vakthavandi á MRCC Tórshavn vil ikki siga, hvat feilti monnunum, tyrlan var eftir. Bert at teir høvdu tørv á lækna og viðgerð, og at tyrlan tí fleyg menninar á Landssjúkrahúsið. Tað hendi uttan fyri libisku strondina ella 210 kilometrar frá italsku oynni, Lampedusa. Í løtuni er eitt stórt bjargingarátak í gongd, men bara 28 fólk eru higartil bjargað, skrivar BBC. Skip úr Italia, Malta og øðrum londum við luttaka í bjargingararbeiðinum, ið kemur at taka nakrar tímar. Maltesiska avísin, Times of Malta, skrivar, at flóttafólkini fóru fyri borð, tá tey øll stóðu í sama borði á skipinum. Flóttafólkini royndu at koma í samband við eitt annað skip, sum sigldi framvið teimum. Fleiri flóttafólk eru funnin lívleys á libisku strondini, skrivar Times of Malta á netinum. Færri og færri danir doyggja nú av krabbameini, hóast fleiri fáa staðfest sjúkuna, vísa nýggj tøl hjá Kræftens Bekæmpelse, sambært danska blaðnum, Politiken, leygardagin. Í 2012 fingu 34.812 danir staðfest krabbamein, ið eru 20 prosent fleiri enn um aldarskiftið. Í 2012 doyðu 15.527 danir av krabbameini, ið er ein minking uppá 14 prosent sammett við aldarskiftið. Høvuðsorsøkin, til at alsamt færri danir doyggja av krabbameini, er milliardaíløgan, ið er gjørd í krabbameinsøkið í Danmark seinastu árini, sigur Kræftens Bekæmpelse. Milliardaíløgur og áhaldandi politiskt og læknaligt fokus síðani aldarskiftið, síggjast nú aftur, sigur Hans Storm, læknaligur varastjóri hjá Kræftens Bekæmpelse, sambært Politiken. Krabbamein verður uppdagað skjótari, viðgerðin er skjótari og betri, heilivágurin er betri og viðgerðin er miðvísari nú í Danmark, sigur Hans Storm hjá Kræftens Bekæmpelse Málið hjá donsku stjórnini er, at tríggir av fýra sjúklingum skulu yvirlivað sjúkuna í 2025. Til sammetingar kemur annarhvør sjúklingur í Danmark frá sjúkuni við lívinum í dag. Ongantíð áður tey seinastu 20 árini hava so fáir føroyingar fingið skaða í ferðsluóhappum sum nú. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Føroya Landfúta, sambært Hagstovuni . Í 2014 fingu 27 føroyingar skaða í ferðsluóhappum. Í 1998 var talið meira enn tríggjar ferðirnar størri, tá 83 føroyingar fingu skaða í ferðsluóhappum á føroysku vegunum. Tað er ikki bert talið á fólki, ið fáa skaða í ferðsluni í Føroyum, ið hevur gingið niðureftir seinnu árini. Talið á ferðsluóhappum er í støðugari minking. Í 1995 vórðu fráboðað 1109 ferðsluóhapp, í 2014 vórðu fráboðað 535 ferðsuóhapp. Ringasta árið var 2001, tá vórðu 1344 ferðsluóhapp fráboðað í Føroyum. Havnar Svimjifelag skipar fyri úttøkukapping í dag. Hetta er seinasti møguleiki hjá føroysku svimjarunum at røkka kravtíðirnar til Oyggjaleikirnar á Jersey og evropisku leikirnar í Baku í Aserbaidjan í summar. Sára Ryggshamar Eidesgaard setti eisini tvey nýggj føroyskt met. Í 200 metrum blandað er nýggja metið 2 19.78, sum er stívliga hálvt sekund betri enn gamla metið hjá Poulu Ø. Mohr, frá 2012. Í 800 metrum varð metið tikið bæði væl og virðiliga. Bæði Vár Erlingsdóttir Eidesgaard og Sára Ryggshamar Nysted svumu skjótari enn gamla metið men Sára hevði betru tíðina við 8 55.42. Í 1942 fór Jóhan á skúla í Havn og tók studentsprógv í 1946. Síðani til Keypmannahavnar at lesa guðfrøði. Hann giftist donsku Birthe. Í 1956 varð hann biðin til prest í Klaksvík. Í 1960 valdi javnaðarflokkurin hann á fólkating. Har fekk hann mangar myntir fyri hepnar viðmerkingar. Løgreglan fekk ikki frið í morgun, eftir at náttarlívið var hasað av og onkur svav rúsin av sær í brummuni, Um níggjutíðina var aftur boð eftir løgregluni. Hesa ferð, tí hundar ótu hønur í høvuðsstaðnum. Hundar skulu ikki ganga leysir. Gera teir tað, fær eigarin bót. 600 krónur fyri hvønn hundin, so hundaeigarin skal rinda tilsamans 1200 krónur í bót. Talið á fólki, ið fáa skaða í ferðsluóhappum í Føroyum, hevur tey seinastu 20 árini ongantíð verið so lágt, sum tað var í 2014, vísa tøl hjá Hagstovuni. Í 2014 fingu 27 føroyingar skaða í ferðsluóhappum. Í 1998 var talið meira enn tríggjar ferðirnar størri, tá 83 føroyingar fingu skaða í ferðsluóhappum á føroysku vegunum. Støðið var høgt í svimjihøllini í Gundali, sum um vikuskiftið hevur verið karmur um úttøkukapping til Oyggjaleikirnar og Evropeisku Leikirnar í summar. Fleiri føroysk met vóru sett í kappingini, men enn einaferð gjørdi 14 ára gamla Sára Ryggshamar Nysted úr Susvim veruliga um seg við heili 3 føroyskum metum og juniormetum. Hon setti føroyskt met og juniormet í 200 metra blandaðari svimjing við tíðini 2 19.78. Poula Øssursdóttir Mohr átti metið frammanundan við tíðni 2 20.21, meðan Sára sjálv átti juniormetið á 2 21.20. Tíðin hjá Sáru er væl undir kravtíðina til Oyggjaleikirnar sum er 2 20.22. Tíðin er eisini undir kravtíð til Evropeisku JuniorMeistarstevnuna í Baku í summar, sum tó tíverri ikki hjálpir Sáru nógv, við tað at hon, við sínum 14 árum, ikki enn hevur junioraldur. Haraftrat setti Sára føroyskt met og junior met í 800 metra frísvimjing við tíðini 8 55.42. Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag svam teinin við tíðini 8 57.25, og var harvið eisini undir nú farna føroyska metið, og svumu báðar seg til gullnál, sum hevur ásettu kravtíðina 8 58.12 Og at enda svam Sára Ryggshamar Nysted seg eisini til eitt føroyskt met og juniormet í 400 metra blandaðari svimjing, við tíðini 4 55.81. Poula Øssursdóttir Mohr átti føroyska metið áðrenn við tíðini 4 57.64, meðan Sára sjálv átti juniormetið á 4 59.32. Signhild Joensen úr Ægir setti føroyskt juniormet í 200 metra ryggsvimjing, vð tíðini 2 19.21. Hon átti sjálv juniormetið frammanundan við tíðini 2 19.24. Kravtíðin til Oyggjaleikir er 2 20.03 í hesari grein, og svam Signhild sostatt væl undir hesa, saman við Mariu Antoft úr Havnar Svimjifelag, sum svam 2 19.79. Ásbjørg Hjelm úr Ægir setti stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 50 metra bringusvimjing, við tíðini 32.96 sekund. Hon átti sjálv metið á 33.71. Kravtíðin til Oyggjaleikir er 34.12, og var hon eisini heilt nær kravtíðini á 32.85 til Evropeisku Leikir í Baku. Ikki færri enn 6 nýggj føroysk met og nógv juniormet vóru sett á úttøku svimjistevnu til Oyggjaleikir og Evropeiskir Leikir í summar. Jón Bjarnason letur sera væl at. Verkfallið, sum Pedagogfelagið lýsti fyri starvslærararnar tann 6. apríl, rakar nú námsfrøðilesandi, sum skulu í starvslæru á 27 dagstovnum kring landið. Við heimasíðuna hjá Føroya Pedagogfelag sigur Jógvan Philbrow, at Lønardeildin vil hava limir felagsins niður í løn. Tað vil Pedagogfelagið ikki góðtaka tey vilja upp í løn. Uttanríkis og løgmálaráðharrarnir í ES londunum eru kallaðir saman til fund seinnapartin í dag at viðgera støðuna eftir vanlukkuna í Miðjarðarhavinum sunnunáttina, tá fleiri hundraðtals fólk druknaðu og lótu lív. Talan var um flóttafólk, tey flestu úr Afrika. Skipið, tey vóru umborð á, sakk einar 200 kilometrar sunnan fyri italsku oynna Lampedusa. Stórar mannamúgvur flýggja í hesum døgum úr Afrika og miðeystri til Evropa í eini roynd at vinnan eydnuna og eitt betri lív undir betri korum. Evropa er tí undir stórum trýsti, og tað er millum annað henda støða, sum ráðharrarnir í ES fara at viðgera.Flestu ráðharrarnir hava longu gjørt greitt, at teir vera við á fundinum í dag. Nýggj gransking vísir, at fótbóltsspæl hevur gagnligari heilsuárin og rakar breiðari enn renning, svimjing og venjing í heilsumiðstøðum, skrivar heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum. Í Danmark eru í dag meir enn 300 feløg, sum bjóða heilsufótbólt. Luttakararnir hava ikki bara bøta um heilsuna, men hava eisini góða og stuttliga sosiala samveru, sigur Magni Mohr, lektari á Fróðskaparsetrinum við Fótbóltssamband Føroya. Endamálið við átakinum er at fáa vaksin og tilkomiæn, bæði kvinnur og menn, at venja og sparka eina til tríggjar ferðir um vikuna, og samstundis bøta um fólkaheilsuna hjá luttakarunum. Í fleiri túsund ár hevur maðurin verið framman fyri kvinnuna, men eftir bara nøkrum fáum árum hevur maðurin tapt dystin, sigur Mads Christensen. Tann rætti maðurin er ikki til longur. Maðurin er í dag ein tuflað bløka, sum bara gongur og sigur orsakað og torir ikki at hava eina meining um nakað. Dagsins kvinna hevur yvirhálað mannin. Tær hava hægri útbúgving enn menn, betri arbeiði enn menn og fleiri tjena meiri pengar enn menn, sigur Mads Christensen. Í veruleikanum vil hon hava ein rættan mann, sum torir at siga henni, hvar skapið skal standa. Men uppalingin og nútíðar samfelagið hevur evnað eina ónyttu av einari tuflari bløku av einum manni til. So hon hevur sjálv skylduna av støðuni, sigur Mads Christensen. Enn ein kanning, ið lýsir hjáárinini av sonevndu HPV koppsetingini, er nú almannakunngjørd . Tað eru læknar á Frederiksberg Hospitali, sum hava kannað 53 danskar kvinnur og gentur í aldrinum 12 til 39 ár. Kvinnurnar siga seg hava fingið óvanlig hjáárin av koppingarevninum, sum verður brúkt móti virusinum Genital human papilloma virus, sum verður hildið at elva til krabba í lívmóðurhálsinum. Kvinnurnar hava fingið sjúkutekin innan tveir mánaðir eftir koppsetingina, sambært kanningini, ið er kunngjørd í Danish Medical Journal í apríl. Kanningin vísir, at allar 53 kvinnurnar hava dagliga høvðupínu, sum er byrjað eftir koppsetingina. Talan er um áhaldandi høvuðpínu, sum er so sterk, at tær í summum førum eru óarbeiðsførar. 51 kvinnur, tað vil siga 96 prosent, hava ortostatisk intolerans. Tað eru sjúkueyðkenni sum vikna, tá sjúklingurin liggur niðri, sambært kanningini. Tað autonoma nervalagið verður ávirkað í so stóran mun, at tað ávirkar andadrátt og hjartarútmu, umframt at sjúklingurin verður svimbul, troyttur og hevur kvalma. Haraftrat kann millum annað sodningin og sjónin ávirkast. Í summum førum svíma kvinnurnar. 45 prosent av spurdu kvinnunum hava afturvendandi trupulleika av at fella í óvit og 53 prosent fingu diagnosuna POTS. 96 prosent av kvinnunum hava kent seg óvanliga troyttar, 89 prosent siga seg hava ilt við at hugsavna seg og siga seg minnast illa. 85 prosent hava ilt við at sova og 70 prosent boða frá trupulleikum við sjónini. Harumframt vóru nógvar við trupulleikum við maganum, bæði sodning og kvalma. Kanningin samsvarar við onnur úrslit, sum eru gjørd millum annað av japanskum granskarum. Kanningin staðfestir ikki ein samanhang millum HPV koppsetingina og sjúkueyðkenni. Ein niðurstøða av kanningini er, at tað er týdningarmikið at gera fleiri kanningar, ið kunnu vísa á ein møguligan samanhang. Í Føroyum eru 11.081 koppsetingar seldar síðan 2007 upplýsir landsapotekarin. Sløgini, ið eru seld í Føroyum, eita Gardasil, Silgard og HPV vaccine. Tvær føroyskar kvinnur hava boðað frá hjáárinum, tann eina sokallað álvarslig hjáárin, sum ikki eru skrásett í vørulýsingini, og sum samsvara við tey omanfyrinevndu sjúkueykennini. HPV koppsetingin er partur av koppsetingarætlanini fyri børn í Danmark og sostatt eisini í Føroyum. Fyrsta koppsetingin verður givin tá barnið er 12 ára gamalt. Jóhan virkaði eisini sum umboðsmaður fyri føroyingar í Danmark. Seinastu árini búði Jóhan Nielsen í Sandvík, har hann doyði í 1984. Altjóða frásøgudagurin verður hátíðarhildin við eini frásøgukaf , har øll fáa høvið at hoyra spennandi søgur úr Svøríki, Finnlandi og Føroyum. Frásøgufólkini verða Helena Neppe Pettersson ú Finnlandi, Mats Rehnman úr Svøríki, Katrin Petersen, Páll Danielsen, Egi Dam og Vár Berghamar Jacobsen úr Føroyum. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur biðið løgtingið um loyvi at læna 155 milliónir krónur fyri at tryggja landskassanum neyðuga gjaldførið í 2015. Uppskotið byggir á eina meting av, at hallið á fíggjarlógini fyri 2015 er 135 milliónir krónur. Harumframt er neyðugt at taka 20 milliónir krónur í láni til minstagjaldførið, stendur í lógaruppskotinum. Sambært Bárði Nielsen, formanni í fíggjarnevndini, skulu tær 75 milliónirnar, sum landið hevur til góðar eftir at TAKS vann sakarmálið móti P f Vinnuni í Hægstarætti 31. mars, beint í landskassan, og fer hetta at minka hallið á fíggjarlógini niður í helvt. Tørvurin á láni til at tryggja landskassanum neyðuga gjaldføri í 2015 átti tískil at verðið minni enn upprunaliga mett, og spurningurin er, um hetta merkir, at lógaruppskotið skal broytast. Majbritt Pauladóttir vísr á, at bøtta kjakmentanin og nærlagdir og dugnaligur umsitarar hava gjørt, at skrivingin í bólkinum sum heild er á góðari leið. Umframt at køn fólk eru røsk at vegleiða og svara spurningum og ivamálum, verður eisini nógv skemtiligt skrivað. Føroysk rættstaving er tí bæði til gaman og álvara. Ragnar Finsson er sonur songkvinnuna Maluna Thomsen og tónleikaran Finnur Hansen, sum eisini hevur framleitt sangin saman við Ragnar. Sjálvheitisplátan Straight Ahead, við eyknevninum Veðraplátan, tí húsin sýnir ein veðr, er kendasta føroyska rokk albumið yvirhøvur. Í høvuðsheitum er talan um rock and roll, umframt aðrar stílir. Tað var í novembur í fjør at Livar Nysted skrivaði á sín facebook vanga, at hann bjóðaði føroyingum við sær í Avalon at rógva millum Skotland og Føroyar. Enn er ikki endaliga avgjørt hvussu teinurin og avbjóðingin verður skipað, men áhugin hevur verið stórur. 12 mannfólk hava meldað seg og nú er ert pláss fyri einum føroyingi afturat. Áhugin er eisini stórur í Skotlandi, og tískil verður møguliga róð kapp millum londini sigur Livar Nysted smílandi. Livar Nysted sigur at tað er ein torfør uppgáva hjá nógvum at liva í dagar í einum lítlum báti saman við øðrum. Man fer jú á ves har sum hini eru, man svevur lítið og komforturin er ikki góður. Men tey allar flestu venja seg við slíkar umstøður sigur Livar. Man skal rógva hav um man bert ger tað fyri at koma á mál, ella um man ger tað, so kemur man ikki á mál, sigur Livar. Hóast hann hevur sett heili fimm guinness met, so er hevur hann bert skipað fyri hesum teininum fyri at vekja ein áhuga og tí hann gleðir seg at royna hetta saman við føroyingum. Her eru fýra av fimm Guinness heiðursbrøvum hjá Livari Tað er ábyrgdarleyst og púra burturvið, at Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, ikki hevur nakrar ætlanir um at tryggja føroyska brúkaran móti kemiskum evnum í vørum, sum verða innfluttar til landið. Hann hevur bert verið nevndarformaður í ein mánað, og vil tí ikki gera stórvegis viðmerkingar til gongdina í almenna partafelagnum. Men hallið skal vendast til avlop, sigur hann. Seinastu fimm árini hevur almenna partafelagið, Fiskaaling, havt tilsamans 10 milliónir krónur í halli. Bert í fjør var hallið 5,2 milliónir krónur, skrivar Vinnuvitan . Orsøkin, til stóra hallið í fjør, var, at sølan av rognum sveik, sigur nývaldi nevndarformaðurin í felagnum, Kristoffur Laksá. Vinnuvitan skrivar, at bruttovinningurin hjá Fiskaaling er hækkaður á hvørjum ári síðan 2010. Í 2010 hevði Fiskaaling ein bruttovinning uppá 12 millliónir krónur. Í 2014 var bruttovinningurin komin uppá 15 millliónir krónur, sum svarar til eina hækking uppá 25 prosent í bruttovinninginum eftir fýra árum. Orsøkin til hallið seinastu árini er lønarkostnaðurin, er lønarkostnaðurin. Frá 2004 til 2009 vóru lønarútreiðslurnar hjá felagnum um 8 millliónir krónur um árið, og tá vóru millum 20 og 25 fólk í starvi. Tey fingu í miðal 28.500 krónur um mánaðin í løn. Síðani í 2010 eru lønirnar hækkaðar nógv, og í fjør vórðu 17,3 milliónir krónur útgoldnar í lønum. Talið á starvsfólki er eisini hækkað nógv, og í 2014 vóru 37 fólk í starvi, og miðal lønin varð hækkað upp í 39.000 krónur um mánaðin. Í eini uppgerð sum Landsgrannskoðanin gjørdi í fjør, um almennar grunnar feløg, sæst at tørvur hevur verið á at hækka partapeningin í felagnum seinastu árini. Í 2004 vórðu 2 milliónirkrónur settar í felagið, tá felagið fekk eina høll við Áir, ið hevði virðið 2 milliónirkrónur Av hesum vórðu 1,6 milliónirkrónur lagdar í yvirkursgrunn. 24. mai 2009 samtykti Løgtingið at hækka partapeningin í Fiskaaling við fæi, sum var í Endurgjaldsgrunni Alivinnunnar, tí grunnurin varð tikin av. Talan var um umleið 8 milliónirkrónur Ætlanin var, at fæið skuldi styrkja fíggjarliga grundarlagið undir Fiskaaling, so størri orka kundi verða sett av til granskingar og menningarvirksemi innan fiskaaling og biotøkni sum heild í Føroyum. Løgtingið samtykti eisini, at treytin fyri at hækka partapeningin og fyri árliga studninginum til felagið varð, at P f Fiskaaling skuldi leggja størri dent á gransking og at felagið, umframt at granska í aling av fiski, eisini skuldi granska í biotøkni. Kristoffur Laksá, nevndarformaður sigur, at felagið kann ikki halda fram við at hava hall, og sum hann hevur skilt støðuna, so fer raksturin at hanga saman í ár. Hann sigur, at arbeitt verður við at fáa Fiskaaling aftur á beint, og at arbeitt verður við tí. Hann vil ikki siga nakað um, hvussu tað skal gerast, tí hann hevur bert verið nevndarformaður í felagnum í umleið ein mánað. Vilhelm Johannesen, sum er vaksin upp og framvegis býr í Víkunum, veit nógvar søgur úr býlinginum. Millum annað um teir báðar, ið stovnaðu fyritøkuna Joensen og Olsen. Teir vóru ógviliga ólíkir. 88 ára gamli Mourentius Rensistein, vanliga nevndu Ressi, er ein av teimum mongu, ið fluttu til Klaksvíkar úr teimum smærru bygdunum í Norðoyggjum. Í V kunum hevur hann trivist væl. Kortini hugsar hann nógv um heimbygdina Hattarvík. Una Olsen, sum hevur klippistovu í handlinum hjá Joensen og Olsen, greiðir frá ommu sínari, Monu á Spinnarínum, sum setti ein serliga dám á býlingin. Unnur Didriksen Lassen er ættað av Válinum í Vestmanna og hevur búð í Víkunum í 14 ár. Hon trívist væl í Klaksvík og í Víkunum, og hon heldur, at Norðoyatunnilin hevur gjørt tað lættari at búgva í Klaksvík. Roykstovan er eitt eyðkenni fyri býlingin í Víkunum. Her hevur Sigurdur Tór Ottósson, vanliga nevndur Sigtór, selt øl og mat í nærum 30 ár. Upprunaliga kom hann til Klaksvíkar at arbeiða á Kósinini, sum mátti fáa arbeiðsmegi uttan ífrá. Niels í Horni Niels Johannesen býr í ættarhúsunum í Horni, har hann eisini málar. Tað eru serliga amerikanarar, sum koma til Klaksvíkar, ið støkka inn á gólvið hjá Niels. Føroysku fjøllini og tey gomlu húsini við flagtekju og alt tað serføroyska geva honum íblástur til málningarnar. Í sendingini greiðir Niels frá einum serligum málningi, har hann hevur málað eina hending, ið síðani gjørdist veruleiki. Altjóða miðlar skriva, at enn fleiri bátar við flóttafólkum eru komnir í havsneyð í Miðjarahavinum. Miðlarnir eru kortini ikki heilt samdir í, hvussu nógv fólk ella bátar, talan er um. Í minsta lagi tríggir ymiskir bátar við flóttafólkum umborð hava fyri løtu síðani sent út neyðarkall, sigur felagsskapurin, International Organization of Migration, á Twitter. Sambært tíðindastovuni, Associated Press, skal talan vera um umleið 400 flóttafólk, sum í løtuni eru í bátum, ið eru í havsneyð og eru um at søkka. Fráboðanin, um at fleiri bátar við flóttafólkum eru komnir í havsneyð í Miðjarðarhavinum, kemur bert eitt samdøgur eftir at umleið 900 flóttafólk mistu lívið sunnudagin. Uttanríkis og løgmálaráðharrarnir í ES vórðu í skundi kallaðir saman til fund seinnapartin í dag í Luksemburg, at umrøða nógvu vanlukkurnar við bátsflóttafólkum í Miðjarðarhavinum. Í farnu viku vórðu 13.500 flóttafólk bjargað í Miðjarðarhavinum meðan 1.600 onnur flóttafólk í bátum druknaðu, skrivar BBC News á netinum. Gudmundur Joensen sum vann tvær av kappingunum um vikuskfti hevur eftir umhugsunartíð avgjørt, at brúka alla sína orku uppá triathlon, og hann verður ti ikki við á súkklulandsliðnum á Oyggjaleikunum. Teir fimm sum skulu umboða Føroyar á Jersey eru Torkil Veyhe, Dávur Magnussen,Bogi Kristiansen, Jóanis Albert Nielsen og Gunnar Dahl Olsen. Í dag varð kunngjørt, at Svimjisambandið hevur úttikið fimm svimjarar til Evropeisku JuniorMeistarastevnuna, sum verður í Baku seinni í ár. Tey fimm úttiknu eru Marius I. Garðshodn, Maria Bjarnastein Antoft, Lív Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag og Ásbjørg Hjelm og Signhild Joensen úr Ægir Síðani 2005 hava ljósmøður verið ein partur av føðideildini, og standa í dag fyri umleið 15 av 28 ársverkum og hava felags ábyrgd av saman við sjúkrarøktarfrøðingunum. Sambært einum uppskoti, sum er sent pørtunum til hoyringar, vil leiðslan býta ábyrgdarøkini sundur, so ljósmøðurnar hava ábyrgd av føðing, meðan sjúkrarøktarfrøðingarnir hava ábyrgd av barsil. Sum skipanin er nú, eru tvær ljósmøður á vakt um dagin og um kvøldið, ein er um nattina og ein hevur døgnvakt. Næstan fýra sjúkrarøktarfrøðingar hava dagvakt, tvær hava kvøldvakt og tvær hava náttarvakt. Verður uppskotið, sum leiðslan vil, verður bert ein ljósmóður á vakt bæði dag, kvøld og nátt, umframt ein á døgnvakt, meðan sjúkrarøktarfrøðingarnir verða fýra um dagin og tríggjar um kvøldið tað vil siga ein meira um kvøldið, og 0,1 meira um dagin enn áður. Tó skal ein sjúkrarøkarfrøðingur helst avspáka fyri hvørja dagvakt mitt í viku og fyri kvøldvaktirnar í vikuskiftinum, stendir í uppskotinum. Uppskotið er til hoyringar hjá starvsfólkunum hesa vikuna og leiðslan tekur eina avgerð í næstu viku. Nýggj skipan skal eftir ætlan setast í verk fyrst í september í ár. Trø eru koppað niður á hús og vegir, fólk hava sitið føst í bilum, hús eru farin í vindinum og higartil hava myndugleikarnir fingið fráboðan um trý deyð fólk. Eitt ódnarveður hevur seinasta samdøgrið gjørt um seg í New South Wales økinum í Avstralia. Harðast raktur er býurin Dungog sí kortið , sambært BBC News . Bjargingarlið í økinum hava higartil fingið fleiri enn 4.000 uppringingar frá fólki í økinum, har vindferðin er komin upp í 135 kilometrar t. Í býnum, Dungog, har ódnarveðrið hevur verið ringast, hevur regnað illa seinasta samdøgrið. Bert seinastu 24 tímarnar eru 312 millimetrar av regni komnir niður. Bjargingar og sløkkiliðið í Narrabeen hevur seinasta samdøgrið skrásett umleið 1.000 skaðafráboðanir í kjalarvørrinum á ódnarveðrinum í landsynningsøkinum í Avstralia. Føroyar hava formansskapin og hava boðið strandalondunum til samráðingar. Hetta er fjórða samráðingarumfar, síðani svartkjaftasemjan varð søgd upp í heyst. Á fundinum í dag fer føroyski formanskapurin at boða strandalondumum frá, at hetta verður seinasta royndin at býta svartkjaftin, skrivar Fiskimálaráðið. Á samráðingunum luttaka Føroyar, ES, Ísland og Noreg sum strandalond, og Russland er við sum eygleiðari. Samráðingarnar fara fram írska Fiskimálaráðnum í Clonakilty í Suðurírlandi. Samráðingar byrja í dag og enda hósdagin. Umframt føroyska samráðingartoymið eru eisini umboð fyri sendistovuna í London og felagið Nótaskip við í samráðingunum. Endamálið við lógunum er eitt nú at gera tað lættari hjá smáum virkjum at verja síni rættindi. Á fundinum verður greitt frá nær lógirnar eru viðkomandi, og hvussu hetta verður gjørt. Anette Tofteng og Flemming Kønig Mejl, sjefkonsulentar frá Patent og Varemærkestyrelsen, koma at greiða frá lógarverkinum frá einum løgfrøðiligum sjónarhorni. Eisini luttekur Lars Holm Nielsen, sjefkonsulentur í Dansk Industri. Hann fer at greiða frá, hvørjar royndir danskt vinnulív hevur av hesum lógum. Luttakarar fáa eisini høvi at seta spurningar. Meira fæst at vita her. Dómin fekk hann, tí hann eggjaði til at mótmælisfólk vórðu myrd í desember 2012. Eygleiðarar hava áður sagt, at hann kundi verða dømdur til deyða. Mohamed Morsi sat ikki leingi við valdinum fyri borðendan í Egyptalandi. Í juni mánað í 2012 varð hann valdur til forseta í landinum. Bert eitt ár eftir at Mohamed Morsi hevði tikið við sum fyrsti fólkavaldi forsetin í Egyptalandi, varð hann rikin frá valdinum aftur 3. juli í 2013. Fyri einum ári síðani vórðu 529 fólk í Muslimska Brøðralagnum í Egyptalandi deyðadømd , tí fólkini høvdu stuðlað Mohamed Morsi, tá hann hevði valdið í landinum. Í Hyggjuráðunum hesa ferð skifta vit orð um mannfólkamóta. Spurningarnir snúgva seg um, hvat kann brúkast saman við blazara, hvør er rætta longdin á slipsinum, hvussu eigur ein kraftigur maður at lata seg í og mangt annað. Tunesiski skiparin er, saman við einum manni úr Sýria, nú skuldsettur fyri óviljað manndráp, tá hann førdi flóttafólk ólógliga um hav. Teir báðir vóru millum tey 28 fólkini, ið komu frá vanlukkunu við lívinum. Myndugleikarnir í Italia siga, at skiparin á vanlukkubátinum kann ábyrgdast fyri skilaleysan sjómansskap, tá báturin holvdist og hundraðtals fólk druknaðu. Ákærin í Sisilia sigur, at báturin við flóttafólkunum varð árendur stutt áðrenn hann sakk. Ákærin heldur ikki, manningin á bingjuskipinum kann ábyrgdast fyri vanlukkuna. Vanlukkan sunnudagin, tá báturin við flóttafólkunum holvdist 200 kilometrar sunnanfyri italsku oynna, Lampedusa, er tann ringasta nakrantíð, boðaði UNHCR frá í morgun. 850 flóttafólk vóru umborð á bátinum ið holvdist og sakk, sigur UNHCR, Flóttafólkahásendiráðið hjá ST. Bert 28 fólk komu livandi frá vanlukkuni sunnudagin. Í 2014 vóru 15 prosent av teimum, ið fingu viðgerð á Blákrossheiminum, í viðgerð fyri sterkari rúsevni. Í 2013 var tað talið uppi á 12 prosentum. Ein av orsøkunum, til vøksturin, kann vera, at tað er lættari at fáa fatur á sterkum rúsevnum í Føroyum, og at meira er til, sigur Blákrossheimið í ársfrágreiðingini . Flestu føroyingar, ið fara í viðgerð hjá Blákrossheiminum, fara framvegis í viðgerð, tí teir hava trupulleikar við alkoholnýtsluni, sambært ársfrágreiðingini. Flokkurin langaði harliga út eftir politikkinum hjá sitantdi samgongu, nú knappir tveyhundrað dagar eru eftir, til løgtingsval skal vera í seinasta lagi. Aksel Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í Fíggjarmálum, og formaður Fólkafloksins, kjakast í sjónvarpinum í kvøld. Í sendingini verður trúboðarin og ídni rithøvundurin Victor Danielsen til umrøðu. Eftir hann liggur ørgrynna av tekstum. Harumframt týdddi hann ikki færri enn á leið 870 sálmar. Sjálvur yrkti hann 27 sálmar. Hann týddi úti við tjúgu bøkur, og umframt bíbliu og sálmabók skrivaði Victor Danielsen tvær skaldsøgur Aðru ferð í 1927 og Nei, lyftið sveik ikki í 1947. Alt, ið hann skrivaði, var andaligur lesnaður og var partur av trúboðanarstarvi hansara. Hóast hann var av alvirknastu høvundum, og var kosin aldarinnar føroyska skald í einari atkvøðugreiðslu í einum av føroysku bløðunum um aldamótið, hevur hann kortini sjáldan verið tikin fram til bókmentaliga viðgerð. Í mars 2009 høvdu vit viðtal við rithøvundin Carl Jóhan Jensen um Victor Danielsen serliga sæddan í einum bókmentaligum ljósi. Kanningararbeiðið hjá politinum er nú liðugt og avhoyringarnar av kommunulæknanum og kvinnunum verða sendar danska heilsustýrinum í næsta mánað til metingar. Heilsustýrið skal tó ikki meta um, hvørt læknin er sekur, men skal taka støðu til, um undirlívskanningarnar eru gjørdar á rættan hátt, ella um talan ER um kynsligan ágang. Tað var í julimánað í fjør, at løgreglan avhoyrdi ein kommunulækna í Føroyum og skuldsetti hann fyri at hava framt kynsligan ágang móti fimm kvinnum, sum hava verið til læknaviðtalu hjá honum. Undir grundlógaravhoyringini 10. august í fjør bað rætturin um eina mentalkanning av skuldsetta manninum, og hon er ikki liðug enn. Helst koma vit til hálvan mai, áðrenn mentalkanningin fyriliggur, og tá skal danska rættarlæknaráðið brúka eini 6 8 vikur at taka støðu til, um maðurin er egnaður at fáa fongsulsrevsing. Hetta merkir, at tað hevur tikið átta og ein hálvan mánað at fáa eina mentalkanning gjørda í psykiatrisku skipanini, og at maðurin, tá málið einaferð kemur fyri, kann hava sitið í varðhaldi í eitt heilt ár ella meira. Maðurin er 23 ára gamal, og hann er skuldsettur fyri at hava dripið ein 36 ára gamla mann, sum var funnin deyður í Hvalba í august í fjør. Fram við Føroyum rekur heitur sjógvur, sum kemur úr Atlantshavi. Hann hitar bæði hav og luft og ger umhvørvið hjá okkum nógv lýggjari, enn tað annars hevði verið. Men hann ávirkar ikki bara okkum, tí hann heldur fram norðureftir móti Arktis. Tann týdningarmesta greinin av hesum ráki, er sjógvurin, sum kemur yvir um Íslandsryggin og rekur eystureftir norðan fyri Føroyar, har hann heldur tí kalda sjónum frá Eystur íslandsstreyminum burturi frá okkum. Hitaflutningurin frá Føroyastreyminum gevur góð livilíkindi hjá makreli og øðrum fiski norðanfyri, men er eisini ein av orsøkunum til, at ísurin er farin at bráðna uppi í Íshavinum. Tí hevur Havstovan seinastu tjúgu árini fingið nógvan stuðul úr norðurlendskum og europeiskum granskingargrunnum at máta hitaflutningin í Føroyastreyminum, og hann er í miðal øktur 18 prosent seinastu tjúgu árini. Fyri ein part stavar økingin frá øktum streymi, men tað mesta stavar frá, at sjógvurin er hitnaður umleið eitt stig í hesum tíðarskeiðnum. Málið hevur ligið í fíggjarnevndini, og nú nevndin hevur gjørt eitt álit um lógaruppskotið, er Kristina Háfoss einsamøll í minniluta. Hon heldur fast um sínar atfinningar av uppskotinum , og mælir til at bíða við at taka undir við tí til landsstýrið og Løgtingið vita, hvat málini merkja innihaldsliga og løgfrøðisliga. Kristina Háfoss vísir á, at landsstýrið í hesum málinum noktar at lurta eftir egnari løgfrøðiligari ráðgeving, sum hevur víst á, at uppskotið flytur lóggávuvald frá løgtinginum til danskan ráðharra. Hon setir eisini spurnartekn við, hvussu føroysku bankarnir fara at megna herdu solvenskrøvini, sum fylgja við lóggávuni, hvat hendir við Føroyum, flytur Danmark fíggjarliga lóggávu og eftirlit til ES. Hvussu skulu bankar í Føroyum bera seg at í mun til donsku ella føroysku persónsupplýsingarlógina, tá krav verður sett um varskógvaraskipanir, setir Kristina Háfoss eisini spurnartekn við. Meirilutin, Bárður Nielsen, Jákup Mikkelsen, Rodmundur Nielsen, Bill Justinussen, Aksel V. Johannesen og Eyðgunn Samuelsen, vísir á, at uppskotið er ein liður í at tryggja, at lóggávan undir føroyska bankakervinum samsvarar við lóggávuna í Danmark og í ES. Tey mæla til samtykkja uppskotið. Meirilutin sigur, at tær leiðregglurnar, sum komu í kjalarvørrinum av fíggjarkreppuni, hava til endamáls at styrkja um fíggjarfyritøkur soleiðis, at tað almenna í størst møguligan mun sleppur undan at bjarga hesum, tá fíggjarkreppur stinga seg upp. Neyðugt er at seta lóggávuna í gildið í Føroyum, tí annars kann tað hava við sær, at kostnaðurin at fáa til vega gjaldføri og kapital gerst dýrari fyri føroyskar peningastovnar, sum aftur kann hava við sær dýrari fígging til húsarhald og fyritøkur skrivar meirilutin í sínum tilmæli. Tann 22. mars í 1984 bleiv ein lagnudagur fyri John Myllhamar og restina av manningini umborð á Heldarstindi. Skipið var farið eystur á fiskileið í russiskan sjógv, tá ein bumba við sinnopsgassi kom í trolið. Vit merktu fyrst ein heilt serligan lukt, sum breiddi seg um alt skipið. Síðani blivu vit trongir, vit spýðu, og tað bleiv verri og verri at anda. Eisini fingu vit bløðrur um allan kroppin, fortelur John Myllhamar. Tað sveið ómetaliga illa í eygunum, tey gjørdust reyð og hovin, og tað var næstan ógjørligt at hyggja. Tá bleiv eg bangin, minnist John Myllhamar. Eg minnist, tá vit stóðu uppi á brúnni og bíðaðu eftir, at tyrlan skuldi koma við læknahjálp. Vit vóru allir sera illa fyri og tað tóktist, sum tíðin stóð í stað, sigur John Myllhamar. Í Vegamótinum greiðir hann millum annað frá upplivingini, sum fóru fram fyri 31 árum síðani, og hvussu hann enn tann dag í dag er ávirkaður av hendingini. Í nýggjastu tølunum yvir arbeiðsloysið, ið eru kunngjørd, stendur, at arbeiðsloysið er minkað í 19 av teimum 28 londunum í ES felagsskapinum. Størsta minkingin í arbeiðsloysinum var í fjør í Portugal, har arbeiðsloysið minkaði við 2,5 prosentum. Í Ungarn minkaði arbeiðsloysið í 2014 2,4 prosent. Við árslok 2014 var arbeiðsloysið í Danmark 6,8 prosent, og minkaði sostatt 0,4 prosent sammett við 2013. Arbeiðsloysið í øllum ES londunum er í miðal 10,3 prosent. Ringast stóð til í Grikkalandi og Spania við árslok, har arbeiðsloysið ávikavist var 26,7 prosent og 24,6 prosent, vísa nýggjastu tølini fyri tey 28 ES londini. Umleið 30 prosent av føroyingum hava samband við Almannaverkið um árið. Almannaverkið hevur ikki verið serliga sjónligt og hevur heldur ikki luttikiið á almenna kjakinum um førdan politik á økinum. Nú vil Almannaverkið broyta hesa støðu. Fríggjadagin 8. mai skipar Almannaverkið fyri ráðstevnuni Vit vilja gera mun í Norðurlandahúsinum. Ráðstevnan er í sambandi við, at Almannaverkið fyllir 40 ár, men endamálið við ráðstevnuni er meira enn bara at halda ein føðingardag. Sum heitið á ráðstevnuni boðar frá, so vil Almannaverkið við hesum birta undir kjak um vælferðarsamfelagið í framtíðini. Flaggdagshald eru kring alt landið í samband við flaggdagin, sum er 25 apríl. Tað er ymiskt hvat bygdir gera burturúr degnum. Í Suðuroy hava fleiri bygdir sligið seg saman um dag og skipað fyri fleiri gongutúrum til sama stað. Rúni Thomsen, stigtakari, sigur at gingið verður úr Øravík, Hvalba, Vági og úr Hovi. Men hóast gongurtúrarnir byrja ymsastaðni, so gongur túrurin til Fámjin. Tað er jú kirkjuni í Fámjin at fyrsta føroyska Merkið hongur. Túrurin er skipaður soleiðis at fólk vera í Fámjin um somu tíð, so tískil byrja túrarnir ymiskt, alt eftir hvussu langir teir eru at ganga. Gingið verður eftir gomlum bygdagøtum. Ole Wich hevur skrivað eina serritgerð um kvinnutjóðbúnan og stríðið um hann. Hann heldur ikki at man kann siga at kvinnutjóðbúnin hevur eina útgávu, sum er røtt. Við myndum heilt frá 1783 og við ymiskum diskursi leggur hann dent á at broytingarnar, sum nógv himprast um í dag, altíð hava verið. Hoyr hvat Ole Wich sigur um tað, sum hann er komin fram til og hví hann sum dani hevur áhuga í hesum. Leingi er tað, ið væl skal verða. Í 2013 fekk Sjóvar fornminnafelag ein lastbil, ið kom til landið fyri 80 árum síðani. Motorurin hevur ikki verið í gongd í nógv ár. Nú er so aftur lív í motorinum, eftir at Leivur Johansen í nógvar tímar hevur skrúvað uppá motorin í lastbilinum hjá Gigga, sum maðurin, ið fekk bilin til Føroyar í 1936, eitur. Har var alt komið, sum krúpa kundi, tá lastbilurin kom til bygdina, skrivar Sjóvar kommuna á heimasíðuni. Tað er ikki greitt, hvat merki lastbilurin er, sambært kommununi. Hetta sigur Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum, sum skipar fyri almennari ráðstevnu um, hvussu føroyingar vilja hava vælferðarsamfelagið at verða í komandi tíðum. Um summarið skal skipið kunna sigla við 170 ferðafólkum og um veturin eini 90. Á tekningunum eru 90 sitipláss, og rørslutarnað skulu hava góða atgongd til salong og onnur støð umborð. Vinnumálaráðið fer um mánaðarskiftið at bjóða arbeiðið út at smíða ferjuna, og freistin at lata inn tilboð verður einar átta vikur. Feløg, sum tað almenna eigur, umsita í dag virði fyri 7,4 milliardir krónur. Men tað er í stóran mun tilvildin, sum ger av, eftir hvørjum leisti virðini verða umsitin, meta løgtingsgrannskoðararnir. Tað eru ikki smávegis virði, sum tað almenna eigur. Í rundum tølum umsita lands partafeløgini, grunnarnir og landsstovnarnir, sum tað almenna eigur í, virði fyri 7,4 milliardir krónur. Í fjør summar kom Landsgrannskoðanin við einari 168 síður drúgvari frágreiðing, sum út í æsir lýsir leiklutin hjá tí almenna í partafeløgum, grunnum og øðrum virkiseindum. Í síni frágreiðing staðfestir Landsgrannskoðanin, at allarflestu av hesum virkiseindum eru ikki við í landsroknskapinum, og teirra roknskapir verða ikki lagdir fyri løgtingið. Landsgrannskoðanin staðfestir, at í Føroyum eru ongar tilráðingar ella leiðreglur um virkisleiðslu. Eftir at hava gjøgnumgingið øll hesi feløg og grunnar kemur Landsgrannskoðanin við fleiri tilmælum Landið skal eftirmeta og taka støðu til, um endamálið við einstøku virkiseindini er tíðarhóskandi, og um landið yvirhøvur skal eiga í Ein eigarapolitikkur skal orðast, og í hesum skal ásetast, hvørjar virkiseindir landið skal eiga, hvat endamál og hvørjar ætlanir eru við hesum virkiseingum hvørji krøv verða sett leiðsluni hvørji úrslit feløgini skulu hava og so framvegis Sum tað seinasta vil Landsgrannskoðanin hava, at landið ger eina árliga frágreiðing, sum tekur samanum gongdina í hesum virkiseindum. Løgtingið hevur nú tikið frágreiðingina frá Landsgrannskoðanini til sín og eitt samt løgting biður landsstýrið um at fáa hesi viðurskifti í rættlag. Í dag er tað í alt ov stóran mun tilvildin, sum ger av, hvussu virðini verða umsitin, meta løgtingsgrannskoðararnir Reimund Langgaard og Høgni Hoydal Saman við Jóan Magnus Rasmussen og Eyðgunn Samuelsen eiga teir nú samtykta uppskotið, ið gevur landsstýrinum boð um at orða ein eigarapolitikk. Ein nýggj kanning, ið grønlendska familju og vælferðarstýrið hevur bílagt, vísir, at stórur partur av grønlendskum ungdómi hava verið fyri kynsligum ágangi. Stórur partur av børnum í Grønlandi, sum hava verið fyri kynsligum ágangi, fáa trupulleikar seinni í lívinum, kemur fram í nýggju kanningini. Kanningin, ið grønlendska familju og vælferðarstýrið hevur bílagt vísir, eisini, at greiður samanhangur er millum kynsliga ágangin og stórar trupulleikar millum ung. Endamálið við kanningini er at økja um vitanina um kynsliga ágangin, títtleikan av kynsligum ágangi móti børnum, og hvat kynsligi ágangurin merkir fyri hesi børn. Vitanin skal brúkast í arbeiðnum at fyribyrgja kynsligum ágangi móti børnum. Úrval av ungum millum 18 og 25 ár hava svarað spurnarbløðum, telefonsamrøður eru gjørdar við fleiri og upplýsingar eru fingnar til vega frá grønlendsku hagstovuni. Kanningarnar vísa millum annað, at ung, sum í barnaárum hava verið fyri kynsligum ágangi, millum annað byrja tíðliga og nýta stórar nøgdir av rúsdrekka, tey roykja nógv hash og hava lágt sjálvsvirði. Harumframt vísa kanningarnar hjá granskarunum eisini, at ungar gentur, sum vóru kynsliga misbrúktar sum børn, sjáldan fara undir útbúgving eftir fólkaskúlan, og at tær gjørdust við barn á ungum árum. Vónin hjá granskarunum, sum hava gjørt kanningarnar, eru, at úrslitini kunnu hjálpa til í fyribyrgjandi arbeiðnum móti kynsligari misnýtslu av børnum. Týdningamikil partur av trupulleikunum, sum Grønland hevur við unga ættarliðnum, hongur saman við, at nógv ung hava verið fyri kynsligum ágangi. Tí er tað gongd leið at styrkja fokusið, sum grønlendska landstingið hevur á fyribyrging, sigur Else Christiansen, seniorgranskari. Sendingin Frætt og Fregnað vendir sær til bæði ung og gomul. Fýra evni eru hvørja ferð ymsastaðni úr landinum. Talan er um evni vit ikki hoyra um í dagliga kjakinum. Kortini eru tey av stórum týdningi í føroyska gerandisdegnum. Frætt og Fregnað liðið hevur sín egna bil og við honum fara tey saman við hyggjaranum úr einum stað í annað, og frá einum evni til annað. Tey fýra evnini í fyrstu sendingini eru úr fimm ymsum oyggjum. Vertirnir í Frætt og Fregnað eru Zacharias Hammer og Tórður Mikkelsen. Fotografur er Jógvan Eli Dam, sum í hesi fyrstu sendingini hevur Bjørg Mohr aftrat sær. Tey fýra evnini í Frætt og Fregnað hesaferð eru úr Borðoynni, Eysturoynni, Streymoynni og Vágum. Umframt uppi á landi er myndatólið hesaferð eisini undir vatnskorpuni fyri at vísa hvussu eitt av teimum kendu ferðamálunum í Føroyum sær út undir vatni. Hetta er onnur av fýra sendingum í hesum umfarinum. Frætt og Fregnað flytur seg kring landið í egnum bili. Fotografur er Jógvan Eli Dam, og teir báðir vertirnir, Zacharias Hammer og Tórður Mikkelsen, gera eisini sjálvir eitt innslag í part. Ein eyðsýndur trupulleiki við, at gamlir landsroknskapir hava verið lagdir fyri tingið, er, at áhugin hevur verið avmarkaður og eisini møguleikin at stýra av tí einføldu orsøk, at tølini hava verið so gomul. Men fíggjarnevndin mælir nú til, at Løgtingið samtykkir uppskot frá løgtingsgrannskoðarunum um at stytta freistirnar fyri at gera roknskapin lidnan, fáa hann grannskoðaðan og lagdan fyri Løgtingið. Uppskotið fer at hava við sær, at tíðarfreistin, fyri at leggja grannskoðaða landsroknskapin fyri Løgtingið, verður stytt úr 14 mánaðum niður í 11 mánaðir. Fíggjarnevndin heldur, at hetta fer at betra møguleikarnar at taka atlit at grannskoðaða roknskapinum og viðurskiftum, sum her eru viðgjørd, áðrenn nýggj fíggjarlóg er endaliga viðgjørd og samtykt. Eisini ásetir uppskotið greiða heimild í grannskoðanarlógini fyri, at løgtingsgrannskoðararnir kunnu leggja úrslitið av grannskoðanini av landsroknskapinum fyri Løgtingið sum uppskot til samtyktar. Har verða ikki bert viðmerkingar. Eisini niðurstøðurnar hjá løgtingsgrannskoðarunum eru beinleiðis partur av uppskotinum. Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið. Stýrið fyri kriminalforsorgina í Danmark hevur ætlanir um at leingja leigumálið av Mjørkadali. Tað sæst í svari frá donsku kriminalforsorgini til Rigmor Dam, tingkvinnu og næstforkvinnu í trivnaðarnevndini. Hon heldur ikki, at umstøðurnar hjá fangunum í Mjørkadali eru nóg góðar. Eftir at Trivnaðarnevndin var á vitjan í Mjørkadali, spurdi hon løgmann um umstøðurnar í Mjørkadali, og hjá føroyingum yvirhøvur, sum eru dømdir inn at sita. Løgmaður svaraði at málsøkið varðhaldsfongsling er ikki yvirtikið, og bað tí Ríkisumboðið geva løgtinginum eina frágreiðing um umstøðurnar í Mjørkadali, sum danska kriminalforsorgin nú hevur svarað. Kriminalforsorgin heldur, at umstøðurnar í Mjørkadali eru nøktandi verða ábøtur gjørdar, sum kriminalsforsorgin longu er í holt við, ella hevur ætlanir um at gera. Millum annað vil kriminalforsorgin sleppa at leiga seg inn í ein størri part av bygningunum í Mjørkadali. Higartil hava tey sum sita í varðhaldi arbeitt og íðka ítrótt í einari barak uttanfyri høvuðsbygningin. Ber til at leiga ein størri part av Mjørkadali, kunnu tey sum sita inni og arbeiða í betri umstøðum í høvuðsbygninginum, skrivar kriminalforsorgin, og fer hetta at bøta um umstøðurnar hjá fangunum. Kriminalforsorgin arbeiðir við at víðka um útbúgvingartilboðini, og at keypa útgerð, so tey sum sita inni kunnu venja á kamarinum. Eisini hevur kriminalforsorgin ætlanir um at endurnýggja tekøkarnar, so tey sum sita inni fáa betri umstøður at gera sær ein drekkamunn sjálvi. Illgrunni er tó um at blámusoppur er í nøkrum køkum, og hetta má kannast áðrenn farið verður undir at endurnýggja køkarnar, stendur í svarinum frá donsku kriminalforsorgini til Rigmor Dam, tingkvinnu. Lokalir myndugleikar siga, at 1500 fólk eru flutt burtur, skrivar tíðindastovan, Ritzau. Tilbúgvin í økinum er sett til reytt, sambært AFP tíðindastovuni. Calbuco , ið er 2003 metrar høgt, er við Puerto Montt og ferðafólkabýin Puerto Varas, umleið 1.000 kilometrar frá høvuðsstaðnum, Santiago. Kili liggur í sonevnda eldringinum og hevur 500 virkin gos. Tað er bert Indonesia, ið hevur fleiri aktiv gos, skrivar Ritzau. Seinast, Calbuco goysti, var í 1972. Vónirnar til Húsalánsgrunnin vóru stórar, síðstu dagarnar í september í 2011, eftir at løgtingið hevði samtykt umfatandi broytingar í lógini um grunnin. Almenni pengakassin við góðum 300 milliónum í reiðum peningi at arbeiða við, fekk við eitt lógarheimild til at gerast lániveitari, byggiharri og útleigari. Húsalánsgrunnurin, sum fekk nýggjan samleika og navnabroyting til Bústaðir, skuldi geva føroyska bústaðarmarknaðinum eitt størri, fjølbroyttari, betri og bíligari útboð av bústøðum. Málið varð rótfest í fyrsta, almenna bústaðarpolitikki landsins, sum varð orðaður á heysti 2012. Í dag, hálvtfjórða ár eftir lógarbroytingina og hálvtriðja ár eftir bústaðarpolitikkin, merkist kritikkurin móti Bústøðum. Bústaðir megnar ikki at veita fíggjarliga sperdum fólki bíligar leiguíbúðir, ljóða atfinningarnar frá politisku skipanini. Gestur er Andras Róin, stjóri í Bústøðum. Almennu Føroyar skulu hava ein eigarapolitikk. Tað er viljin hjá einum samdum løgtingi, sum biður landsstýrið tryggja sær, at áhugamálini hjá landinum verða røkt forsvarliga. Løgtingssamtyktin kemur eftir at landsgrannskoðanin í fjørsummar kom við einari 168 síður drúgvari frágreiðing, sum út í æsir lýsir leiklutin hjá tí almenna í partafeløgum, grunnum og øðrum virkiseindum.Í rundum tølum umsita lands partafeløgini, grunnarnir og landsstovnarnir, sum tað almenna eigur í, virði fyri 7,4 milliardir krónur. Í hesum feløgum arbeiða umleið 700 fólk,og lønir og nevndarsamsýningarnar eru tilsamans 340 milliónir krónur. Í síni frágreiðing staðfestir Landsgrannskoðanin, at allarflestu av hesum virkiseindum eru ikki við í landsroknskapinum, og teirra roknskapir verða ikki lagdir fyri løgtingið. Í sendingini umrøða vit, hvat liggur aftanfyri áheitanina á landsstýrið. Hvat skal eigarapolitikkurin innihalda Hvat er tað ítøkiliga, sum skal gerast øðrvísi Gestir eru Reimund Langgaard og Høgni Hoydal, løgtingsgrannskoðarar. Í hesum døgum venur orkestrið Borealis Band í Norðurlandahúsinum. Orkestrið hevur 9 tónleikarar, sum koma úr Grønlandi, Íslandi og Føroyum. Endamálið við Borealis Band er at sameina 9 tónleikarar og sangarar í aldursbólkinum 20 30 ár undir leiðslu av íslendinginum Samuel Jón Samúelsson. Orkestrið er mannað við 3 tónleikarum frá hvørjum landi. Nýggja lógaruppskotið verður eftir ætlan lagt fyri løgtingið, fæst neyðug undirtøka fyri uppskotinum, sigur løgmaður í svari til Páll á Reynatúgvu. Tingmaðurin spurdi, hvørji fyrisitingarlig tiltøk landsstýrið hevur tikið, eftir at løgtingið samktyti at heita á landsstýrið um skjótast gjørligt og í seinasta lagi 1. mai 2015 at leggja fram neyðugar lógarbroytingar. Sambært løgmanni skal lógin, ið arbeitt verður við at orða, verða karmur um tær heimildir, sum sýslumenn, grindaformenn og onnur heimilað fólk, umframt løgregluna, skulu hava, tá boðað verður frá grind. Nýggj lógin fer at áseta rættindi og skyldur hjá teimum, sum eru í grind. Lógin fer eisini at áseta avmarkingar fyri tey, sum ikki taka lut í grindadrápinum. Fiskimálaráðið, Vinnumálaráðið og Løgmansskrivstovan hava viðgjørt, hvørjar lógarbroytingar kunnu og eiga gerast í mun til gerðir í sambandi við grindamótmæli, sigur løgmaður í svarinum til Páll á Reynatúgvu, tingmann hjá Tjóðveldi. Ætlandi verður grindareglugerðin eisini dagførd í kjalarvørrinum av, um lógin um grind og annan smáhval verður samtykt í Løgtinginum, áðrenn tingið fer í summarfrí. Tað ber ikki til at nokta persónum ella felagsskapum sum Sea Sheppard innferðarloyvi, hevur landstýrið fingið at vita frá donskum mynduleikin. Útlendingamál er danskt málsøki. Hetta er ein tónleikasamanrenning, sum tekur útgangsstøðið í fløguni Frejas viser hjá Stine Michel. Her ímyndar hon sær, hvat hevði hent, um norrøna kærleiksgudinnan Freja livdi í einum forstaði í dag við elskarum, børnum, kjólum og kettum. Ferð hennara á jørðini verður ein flættan av søgn og gerandisdegi og ein tónleikalig grundan um lívið sum menniskja og okkara endaleysu leitan eftir kærleika. Tey eru sjey kend andlit í føroyska samfelagnum, sum í 10 dagar skulu hjálpa at savna pening inn til átakið, meðan vit bíða , sum er eitt samstarv millum Miðlahúsið og Í menniskjum góður tokki. Tróndur Vatnhamar, Maud Vang Hansen, Katrini Kallsberg, Hjørdis Háberg Petersen, Magna Arge, Livar Nysted og Ragnhild Ellingsgaard, hava 9 dagar eftir at savna inn pening til børn í fátækraváða. Vit fara ikki at loysa trupulleikin, men kunnu vera við at skapa eitt orðaskifti og varpa ljós á hetta. Tað hevur nógv størri týdning, eru Maud Vang Hansen og Tróndur Vatnhamar samd um. Maud Vang Hansen heldur, at trupulleikin eigur at verða loystur á politiska pallinum, men nú er hetta komið so langt, at føroyingar mugu gera hvat teir kunnu at hjálpa hesum børnunum, sum liva í fátækraváða. Eg haldi at vit klára at savna 600 700.000krónurinn sigur Tróndur optimistiskur og er vísur í at peningurin er at finna í samfelagnum. Landsliðsvenjarin, Aritra Nandy, og hjálparvenjarin, Magnus Gaard hava úttikið tilsamans tíggju leikarar, ið skulu umboða Føroyar á Oyggjaleikunum. Formaðurin í Badmintonsambandi Føroya, sigur, at hesaferð var torført hjá landsliðsvenjarunum at velja leikarar, tí onnur hava eisini klárað seg væl, og vóru tí nær við at verða úttikin. Vit sóu í føroyameistarakappingini, at leikarar hava vant nógv, og tey spældu eisini væl. Tí vóru fleiri enn hesir tíggju upp á tal til landsliðshópin, sigur Erik. E Thomsen, formaður í badmintonsambandinum. Frá vinstru Magnus Gaard, hjálparvenjari, Benjamin Gunnarstein, Aksel Poulsen, Magnus Dal Christiansen, Aritra Nandy, landsliðsvenjari Løgmálaráðharrarnir, uttanríkisráðharrarnir og forsætisráðharrarnir fara í dag at viðgera støðuna, eftir at fleiri hundrað flóttafólk eru druknað í Miðjarðarhavinum. Leiðararnir fara at umrøða, hvat kann gerast, eftir at fleiri 10.000 enn flóttafólk herfyri vórðu bjargað úr sjónum í havinum millum Italia og Libia eftir bert einari viku. ES forsetin, Donald Tusk, heitir á leiðararnar úr teimum 28 londunum um at finna eina varandi loysn á trupulleikanum við flóttafólkunum. Kjarnin í ætlanini verður at tæga sundur kervið av fólki í Libia, ið arbeiða við mannasmugling, og at oyðileggja bátarnar, fyri at steðga flóttafólkstreyminum til Evropa. Í løtuni verður arbeitt við eini ætlan at hýsa 5.000 flóttafólkum ymsa aðrastaðni í Evropa, siga embætisfólk í ES sambært tíðindastovuni, Associated Press. 219.000 flóttafólk fóru um havið í 2014, og í minsta lagi 3.500 druknaðu, sambært tølum hjá Sameindum tjóðum. Bert seinastu vikurnar hava 1.000 flóttafólk latið lív. Semja er ikki í stýrinum um ætlaðu broytingarnar, og tí hava vit biðið um longri skotbrá at royna semju, sigur Eyðfinnur Jacobsen, stýrisformður í ALS, ið hevur ábyrgdina av Fiskavirkisskipanini. Almannaverkið hevur í samstarvi við Landsverk gjørt eina kanning av teimum 80 bygningunum, sum Almannaverkið eigur ella leigar kring landið. Kanningin vísir millum annað, at 22 av teimum 45 bygningunum og bústaðartilboðunum hjá Almannaverkinum í Havn ikki eru nøktandi, sigur, Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum. Mikudagin skrivaðu Sernám og Landssjúkrahúsið undir samstarvsavtalu, ið er tann fyrsta av sínum slag millum stovnarnar báðar, skrivar Landssjúkrahúsið á Facebook. Samstarvsavtala millum Sernám og LandssjúkrahúsiðÍ gjár 22. apríl 2015 skrivaðu Sernám og Landssjúkrahúsið undir Avtalan leggur ein leist fyri samstarv og samskipan millum stovnarnar innan ymisk týðandi øki, eitt nú samstarvi innan sálarfrøðilig viðurskifti hjá børnum og ungum. Sernám og Landssjúkrahúsið samstarva eisini um hoyri og talufrøði til heilaskadd, kanningar til fólk við hoyriskaðum, eftirútbúgving og hjálp til børn og ung við talutrupulleikum. Stranda Máling hevur havt fleiri eigarar gjøgnum árini. Núverandi eigari, ið hevur átt í virkinum síðani 1996, er nú einsamallur um at eiga og reka virkið. 350.000 krónur eru longu tøkar á eini kontu til neyðhjálp, sum Heilsumálaráðið umsitur og kunnu sendast alt fyri eitt, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, sum umsitur neyðhjálp fyri Landsstýrið. Hinar 650.000 krónurnar verða fluttar av kontu til menningarhjálp, og løgtingið skal tí taka støðu til hetta, áðrenn peningnurin kann flytast. Samráðingarnar skuldu annars enda í dag, men føroyski formansskapurin hevur boðað hinum samráðingarleiðarunum frá, at samráðingarnar halda fram í morgin. Herluf Sigvaldsson, samráðingarleiðari, vil ikki gera viðmerkingar til sjálvar samráðingarnar, tí talan er um truplar samráðingar, og enn er langt eftir á mál, sigur hann. Føroyar hava boðað hinum strandalondunum frá, at hetta verður seinasta royndin at fáa semju um býtið. Føroyar, ES, ísland og Noreg luttaka í samráðingunum sum strandalond, Russland er við sum eygleiðari. Samráðingarnar fara fram í írska fiskimálaráðnum í Clonakilty í Suðurírlandi. Umframt føroyska samráðingartoymið eru eisini umboð fyri føroysku sendistovuna í London og umboð fyri felagið Nótaskip við í samráðingunum. Hetta er fjórða samráðingarumfar, har roynt hevur verið at koma til eina semju um býtið av svartkjaftinum. Samráðingarumfarið hesa ferð byrjaði týsdagin, og skuldi enda við eini semju í dag. Vit hava spurt Dátueftirlitið, hví tað er loyvt at hava slíka app, har fólk kunnu vera ónevnd. Men Dátueftirlitið vil ikki gera viðmerkingar til málið. Einki frættist alment frá fundinum, men ónevndar keldur siga, at ES fer at styrkja arbeiðið móti menniskjasmuglarum við skipaðum tiltøkum, fyri at finna fram til, hvørjir teir eru, og at bátar hjá teimum verða oyðilagdir áðrenn teir koma í brúk. Keldurnar sigur, at ES í fyrstu atløgu fer at bjóða 5.000 flóttafólkum innivist í ymsum evropiskum londum, evropiski flóttafólkastovnurin, Frontex, fer at senda meginpartin av flóttafólkunum heimaftur og ES fer at loysa flóttafólkatrupulleikan í heimlandinum har trupulleikarnir byrja, við at skapa frið og javnvág í tjóðum, sum eitt nú Sýria og Libya. Leiðararnir í ES avgjørdu á toppfundinum í gjár at trífalda peningin til Triton og Poseidon átøkini í Miðjarðarhavið, uttanfyri Grikkaland og Italia, sum hava marknaeftirlitið í økinum, skrivar DR . Sostatt styrkir ES marknaðareftirlitið í Miðjarðarhavinum, har nógv flóttaflók eru druknað seinastu vikurnar í royndini at koma úr Norðurafrika til Evropa. Samstundis fer at ES eftir menniskjasmuglarunum, ið vinna nógvan pening fyri at senda fólk í vánaligum bátum tvørtur um Miðjarðarhavið. Fleiri ES lond hava lovað at senda herskip til Miðjarðarhavið. Italiski forsætisráðharrin, Matteo Renzi, sum heitti á ES at hava fund, heldur at avtalan millum ES londini er eitt stórt stig á rættari leið, skrivar Reuters. Kriminalforsorgin í Danmark hevur ikki ætlanir um at seta á stovn eitt fongsul í Føroyum. Tað sæst í svari frá donsku kriminalforsorgini til Rigmor Dam, tingkvinnu, sum ivast í, um umstøðurnar hjá fangum í Mjørkadali eru nøktandi. Kriminalforsorgin ger vart við, at atlit verða tikið til tvær grundreglur, tá mett verður um, hvørt fangarnir skulu sita inni í Føroyum ella í Danmark. Fyrra meginreglan er, at dømd skulu sita fongsulsrevsingina av sær so nær heimstaðnum sum gjørligt. Hin meginreglan er, at dømd ikki skulu sita í meira avmarkaðum umstøðum enn neyðugt er. Opið fongsul er ikki í Føroyum, og vórðu atlit bert tikin til avmarkaðu umstøðurnar, áttu nógv dømd at sitið fongsulsrevsingina av sær í Danmark. Av tí at atlit eisini verða tikin til, at dømd skulu sita fongsulsrevsingina av sær so nær heimstaðnum sum gjørligt, er siðvenja, at fólk við dómum undir eitt ár og seks mánaðir sita í varðhaldinum í Mjørkadali í Føroyum. Ein fangi sleppur tó til Danmarkar, vil hann tað, og fólk við longri dómum enn eitt ár og seks mánaðir sita sum meginregla dómar av sær í Danmark, skrivar danska kriminalforsorgin. Kriminalforsorgin metir, at 10 15 fangar hava tørv á einum fongsli, sum eisini kann vera opið. Kriminalforsorgin sigur, at eitt fongsul í Føroyum við so fáum plássum fer ikki at hava eins góðar arbeiðs , viðgerðar og útbúgvingarmøguleikar, sum størri fongsul í Danmark. Kostnaðurin verður eisini ov høgur í mun til góðskuna sammett við í Danmark. Tí hevur Kriminalforsorgin ikki ætlanir um at seta á stovn eitt fongsul í Føroyum, sæst í svarinum til Rigmor Dam, tingkvinnu. Amnesty heldur, at nógv føgur orð um pengar og útgerð vórðu førd fram, men felagsskapurin finnst hvassliga at, at ES ikki megnaði at semjast um tað, sum sambært Amnesty veruliga kann bjarga mannalívum at víðka havøkið, har sokallaða Triton bjargingartilbúgvingin skal virka á. Tað, sum vit sóu í Brússel í gjár, var ein roynd hjá ES at bjarga sær undan eyðmýking. Tað var ikki ein roynd at bjarga mannalívum. Føgur orð um fígging skulu fáa okkum at halda, at hetta er ein trupulleiki, sum ES tekur í álvara, men veruleikin er, at trupulleikin verður bert partvís loystur. Tað sigur John Dalhuisen, ábyrgdarhavandi fyri virkseminum hjá Amnesty International í Evropa og Miðasia. Amnesty heldur, at ber ikki til at broyta Triton bjargingartilbúgvingina, so er Triton ikki loysnin, sama hvussu nógvar pengar og útgerð ES sendir til Miðjarðarhavið. Víðkar ES ikki bjargingarøkið, fara tilflytarar og flóttafólk framhaldandi at drukna, og so hevur Evropa enn einaferð svikið so dyggiliga, skrivar Amnesty í tíðindaskrivi um úrslitið av toppfundinum hjá ES í Brússel í gjár. Tað sigur Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum. Almannaverkið hevur í samstarvi við Landsverk gjørt eina kanning av teimum 80 bygningunum sum Almannaverkið eigur ella leigar kring landið. Kanningin vísir millum annað, at 22 av 45 bygningunum og bústaðartilboðunum hjá Almannavekrinum í Havn ikki eru nøktandi. Bæði tí bygningarnir ikki eru bygdir til tað endamálið, ið teir skulu nýtast til. Ein onnur orsøk, til at bygningarnir ikki eru nøktandi, er at bygningarnir eru farnir illa, tí teir ikki eru røktir, sigur Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum við útvarpið. Landsverk hevur umleið 30 milliónir um árið at halda og røkja almennar bygningar fyri. Stovnurin hevði í fjør bert tríggjar milliónir at halda teir fyri, og tað er alt ov lítið sigur Edvard Heen. Edvard Heen vil ikki fara í smálutir um ætlanina enn. Talan er um bæði at byggja nýtt, og at umskipa verðandi bústaðartilboð, sigur hann. Hon og maðurin hava ættleitt eina gentu og hava tvær gentur til fosturs. Clarisse hevur klettafasta trúgv á Guð og kennir seg í góðum hondum. Kirsten var við barn, men bádliga stakk hon upp at bløða. Tað stóð um lív og meðan læknar stríddist fyri at bjarga henni, hevði hon eina serstaka uppliving. Kirsten sigur seg vera hinumegin og fekk tá at vita, at hon skuldi verða prestur. Hon slapp at liva og fór tá undir guðfrøðislestur og hevur starvast sum prestur í nógv ár. Niclas Heri Jákupsson hevur skrivað sangin, og Mikkjal Hvannastein spælir flestu ljóðførini og framleiðir. Niclas Heri átti upprunaliga hugskotið, men tað er við stuðli frá nógvum fólki, at henda verkætlanin ber til. Lidni sangurin verður fyrstu ferð at hoyra á Barnafagnaðinum á Giljanesi leygardagin 9. mai Tað var dagurin, tá fyrsta sjónbandið varð sent til videotænastuna, YouTube. Nú, 10 ár seinni, verða 300 minuttir av upptøkum sendar til YouTube hvønn minutt. Í fyrstu upptøkuni niðanfyri vitjar tann eini YouTube stovnarin, Jawed Karim, ein djóragarð í San Diego. Upptøkuna, ið eitur Me at the zoo , hava 21 milliónir fólk sæð higartil. Jawed Karim, ið sæst á upptøkuni, og hinir báðir vinmenninir, ið stovnaðu YouTube, seldu hálvtannað ár eftir YouTube til Google fyri tað, sum í dag svarar til 11 milliardir. Samgongan hevði mist meirlutan, um val var í dag. Tað vísir veljarakanning, ið Fynd hevur gjørt fyri Sosialin, og sum sæst í nýggjasta Sosialinum. Fólkaflokkurin hevði fingið størstu afturgongdina, og mist tríggjar sessir, í mun til seinasta løgtingsval, sambært nýggju veljarakanningini. Framsókn hevði fingið tveir sessir afturat, og farið úr tveimum úr fýra tingsessir, um val var í dag. Javnaðarflokkurin hevði fingið tríggjar sessir afturat, og Sambandsflokkurin hevði mist tveir sessir, sambært kanningini. Tjóðveldi, Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin høvdu, sambært kanningini, varðveitt sítt tingmannatal. Sostatt hevði samgongan mist meirlutan, og fingið 13 tingsessir, meðan andstøðan hevði fingið 20 tingsessir. Eg sigi ikki at vit skulu hava eitt nýtt tjóðflagg, men haldi ikki vit eiga at góðtaka alt, bert tí tað er ein vani. Grundin til at eg havi sett mær spurningar um tjóðflaggið hevur røttu litsamansetingina, er at eg skuldi halda eina flaggdagsrøðu. Eg valdi tí at hyggja at Merkinum við kritiskum eygum. Tað sum eg haldi ikki er væl gjøgnumhugsað er, at bláa og reyða farvan fella saman. Farvurnar eru líka sterkar og tá tú sært Merkið eitt sindur burturfrá, so sær krossurin út, sum hann er lilla reyðbláur . Og eitt afturat er, sum eg haldi er undarligt er at man hevur vent krossinum á liðuna, tá krossurin skal vera súmbol fyri kristindóm. Eyðun Eliasen heldur at tað hevði verið sunt, at føroyingur hugsaðu um hetta og møguliga gjørdu uppskot um hvussu okkara Merkið kundi sæð út. Her sært tú Merkið heilt tætt, umleið hálvan metur frá. Sum tú sært her, so sært tú væl at krossurin er reyðuna innan og bláur rundanum. Her er ikki stórvegis munur á hvussu tú sær farvusamansetingina á føroyska, norska og íslendska flagginum. Hendan myndin er tikin umleið 3 metrar burturfrá somu myndum. Her er væl truplari at skilja mun millum reytt og blátt. Sjálvandi er tað ymiskt hvussu tú sær hetta, tá tú kennir Merkið frammanundan. Eyðun Eliasen heldur at íslendska og norska flaggið standa seg nógv betri í litsamansetingini her, tí at hvíta farvan skilur betri krossin og dúkin at. Síggj alla røðuna greinina hjá Eyðuni Eliasen her. Eitt samt Løgting samtykti í dag við aðru viðger uppskotið um at stovna ein barsilsgrunn, so barsilsgjaldið, sum lønmóttakarar og arbeiðsgevarar gjalda, ikki longur kann verða nýtt til onnur endamál. Sambært uppskotinum, so skulu møgulig yvirskot í Barsilsskipanini fara í grunnin, og ikki sum nú, har peningurin fer í landskassan. Tá ið grunnurin er stovnaður, verða inngjøldini sambært lógini goldin Barsilsgrunninum, eins og útgjøldini verða goldin úr Barsilsgrunninum. Eitt møguligt yvirskot verður savnað saman til tiltakspening, ið kann nýtast til ábøtur á skipanina, eitt nú at leingja tíðarskeiðið, til ber at fáa barsilspening. Síðan inngjaldið í barsilsgrunnin varð hækkað úr 0,25 upp í 0,62 í 2006, hevur skipanin bert havt hall í 2009, sæst í viðmerkingum til uppskotið. Samlaða yvirskotið 2006 2013 er knappar 58 milliónir krónur Í sambandi við gildiskomuna verður ásett, at barsilspeningur, sum er goldin inn í 2014, og sum ikki er útgoldin, tá ið lógin kemur í gildi, verður fluttur Barsilsgrunninum við eini eykajáttan í 2015. Upprunaliga var tað Tjóðveldi, ið legði uppskot fram, um at skipa ein barsilsgrunn, so yvirskotið ikki fór í landskassan, men í grunnin. Seinni legði Johan Dahl, landsstýrismaður í Vinnumálum, líknandi uppskot fram, og tað er tað uppskotið, ið er til viðgerðar í dag. Endalig støða skuldi í morgun takast til uppskotið frá nevndini um at broyta viðtøkurnar soleiðis, at heimild verður at avhenda vindmyllulundinar í Neshaga og Húsahaga til partafelag ella smápartafelag. Aðalfundurin hjá SEV endaði kortini uttan atkvøðugreiðslu fyrrapartin. Ósemja er um Magn skal eiga ein part av vindmyllulundini í Húsahaga. Spurningurin um ognarskap eigur at fáast uppá pláss áðrenn eitt partafelag kann gerast, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, við útvarpið á middegi. Hann heldur, at viðurskiftini mugu lýsast betri og fáast uppá pláss, áðrenn klárt er at gera eitt partafelag og SEV og Magn kunnu byrja samstarv. Viðurskiftini eru so ógreið, at tað má verða ein eykaaðalfundur bara um tað málið, har vit áðrenn kunnu fara til bý og bygdaráðini, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri. Í sendingini práta vit við Bjørt Hentze Magnussen og Armgarð Mortensen, um hvussu tað er at vera orðblindur. Tær báðar vóru ávíkavist komnar í 8. flokk og 1.s, tá tær fingu staðfest orðblindi. Eisini práta vit við Anniku Marr Poulsen og Maybritt við Strond, sum greiða nærri frá, hvat orðblindi er, og hvussu orðblind kunnu fáa hjálp. Enn er ikki avgjørt, nær eykaaðalfundurin hjá SEV verður. Nevndarformaðurin, Jákup Suni Lauritsen, miðar eftir at hava fundin innan summarfrítíðina. Limir í Al Keida tók Warren Winstein og Giovanni Lo Porto til gísla í fyri meira enn trimum árum síðani, tá teir arbeiddu sum hjálparfólk í Pakistan. Obama sigur eisini, at amerikonsku deildirnar ikki vistu, at Al Keida hevði ført gíslarnar til staðið, har armerikonsku deildirnar lupu á. Fleiri fundir hava verið millum umboð fyri bæði kommunustýrini, og mánakvøldið var borgarafundur í bygdarhúsinum á Húsum, har eisini umboð fyri báðar kommunurnar vóru til staðar. Krav um skúlagongd Sum skilst krevur Húsa Kommuna millum annað at fáa vissu fyri, at børnini frá 1. til 7. flokk framhaldandi sleppa ganga í skúla í Húsa Kommuna, og hesum kravi hevur Klaksvíkar Kommuna munnliga givið lyfti um. Stuttfilmurin er gjørdur av nøkrum handilsskúlanæmingum í lærugreinini miðlakunnleiki , har næmingarnir fingu til uppgávu at gera ein dokumentar á 5 10 minuttir. Oddamaðurin í bókinum, Rógvi Langgaard, hevði sjálvur leingi havt ætlanir um at filma sólarmyrkingina. Eftirsum at uppgávan lá, beint tá sólarmyrkingin var, var tað upplagt at gera ein film um hetta. Tá vit fóru í gongd, var eg ikki í iva um, at hesin filmurin skuldi vera meira enn ein skúlauppgáva. Hinir báðir, eg var í bólki saman við, Bárður Johannesen og Aron Mohr Jacobsen, hava ongantíð arbeitt ordiliga við filmi, so eg stóð fyri tí mesta av framleiðsluni sjálvur. Tó vóru teir ein ótrúliga góð hjálp í framleiðsluni millum annað við ljóði og tí journalistiska. Einsamallur hevði eg so ikki farið undir eina so stóra uppgávu, sigur Rógvi. Næmingarnir handan filmin hava gjørt nógv burtur úr uppgávuni. Í filminum síggja vit fleiri ymsar samrøður við fólk, og eisini eru tyrluupptøkur við til at seta prikkin yvir i ið. Vit settu okkum í samband við Visit Faroe Islands, Kringvarpið, lærarar og annars fólk, sum høvdu upplivað sólarmyrkingina. Eitt, sum gjørdi framleiðsluna ótrúliga nógv betri, var tyrluupptøkurnar hjá Visit Faroe Islands, sum Rógvi Rasmussen hevur filmað. Uttan tað hevði filmurin ikki verið tann sami, sigur Rógvi Langgaard. Hoyr alla sendingina, har tú eisini kanst hoyra, hvørjar aðrar spurningar kjakast verður um, og hvat Also panelið svarar til spurningarnar. Higartil eru 450 fólk deyð í einum hørðum jarðskjálvta í Nepal í morgun. Mong hava fingið skaða og nógv hús og søguligir bygningar eru farnir í sor, verður sagt. Jarðskjálvtin er máldur til 7,9 og var á leiðini millum høvuðsstaðin Katmandu og býin Pokhara, sigur amerikanski jarðfrøðistovnurin. Kunningarmála ráðharrin í Nepal sigur, at skaðin er ógvusligur, og at landið hevur brúk fyri allari hjálp, ið onnur lond kunnu koma við. Jarðskjálvtin hevur havt við sær skriðjulop á Mount Everest, og danski Carsten Lillelund Peterse, sum saman við nógvum øðrum fjallaklintrarum var staddur í tilhaldinum Basecamp 2 , sigur við DR, at har máttu tey renna fyri lívinum, so tey ikki komu at ligga undir einum omanlopi. Carsten Lillelund Petersen sigur, at ein lækni á staðnum hevur hjálpt fólki, ið hava fingið beinbrot og skaðar í høvdið og danin sigur seg vera vísan í, at onnur, ið vóru á veg upp eftir Mount Everest, eisini hava fingið skaða. Jarðskjálvtar eru ikki óvanligir í Nepal, men sagt verður at hetta er tann ringasti síðani 1934, tá høvuðsstaðurin Katmandu nærum varð lagdur í oyði. Stríðsval var á aðalfundinum í TF samtakinum í gjárkvøldið. Tríggir nevndarlimir í TF Holding stóðu fyri vali, teirra millum nevndarformaðurin Gunnar í Liða. Hini, ið stóðu fyri vali, vóru Árni Jacobsen og Ingeborg Godtfred. Sermerkt fyri nevndarvalið var, at aðalfundurin valdi at ganga ímóti serliga tilráðingarbólkinum, sum annars hevur sum høvuðsuppgávu at koma við væl skikkaðum uppskotum til nevndarlimir. Tilráðingarbólkurin mælti aðalfundinum til at velja millum Gunnar í Liða, Árna Jacobsen, Leif Abrahamsen og Elisabeth Eldevig. Men á aðalfundinum vóru fýra onnur valevni í uppskoti til teir tríggjar nevndarsessirnar. Ingeborg Godtfred, Arni D. Brattaberg, Birgir Nielsen og Magni Arge. Svarar ikki uppá, um hann verður nevndarformaður Teir 35 umboðsráðlimirnir valdu at ganga ímóti tilráðingarbólkinum. Ingeborg Godtfred fekk 20 atkvøður og var fyrstvald, meðan Arni D. Brattaberg og Gunnar í Liða fingu 16 atkvøður í part. Hesi trý manna nú nevndina í TF Holding saman við Jákupi Egholm Hansen, Anniku Waag, Jan Múller, Annu Larsen, Sonna Mikkelsen og Elini Heðinsdóttir Joensen. Gunnar í Liða var nevndarformaður áðrenn aðalfundin í gjárkvøldi. Eftir aðalfundin segði hann seg ikki kunna svara uppá, um hann heldur fram sum nevndarformaður. Tað verður avgreitt á næsta nevndarfundi, segði hann. Aðalfundurin í TF Holding í gjárkvøldið góðkendi roknskapin fyri samtakið, sum hevði 174 milliónir krónur í yvirskoti áðrenn skatt og 140 milliónir eftir skatt. Størsti parturin av yvirskotinum, 100 milliónir krónur, stavar frá Eik Banka. Finansiel Stabilitet eigur 30 prosent av Eik Banka og skal tí hava 30 prosent av yvirskotinum. TF Holding metir, at samlaða yvirskotið í samtakinum verður millum 70 og 110 milliónir krónur í ár. Gunn ór Ingason, serprestur, á Biskupstovu í Reykjavík og formaðurin í íslendska próstafelagnum, Gísli Jónasson, eru eisini í ferðalagnum. Guðstænasta við Agnesi M. Sigurðardóttir biskupi, Jógvani Friðrikssyni, biskupi, Hera J. Joensen, sóknarpresti, og hinum íslendsku prestunum verður í Vesturkirkjuni í morgin, sunnudagin, klokkan 11. Tað svarar til, at 92 prosent av umsøkjarunum kunnu fara undir eina miðnámsútbúgving. Av hesum eru 54 prosent gentur, stendur í tíðindaskrivi frá Mentamálaráðnum. Á yrkisútbúgvingarøkinum hevur útbúgvingin innan fyrisiting, handil og skrivstovu flestar umsøkjarar. Næst koma el og hárfríðkanarútbúgvingin. 28 umsóknir vóru til nýggju sertilboðini á Kambsdali og í Havn. Tey kunnu vænta at fáa svar fyrstu vikuna í mai, skrivar Mentamálaráðið. Islamistisk uppreistrarlið í Sýria hava tikið tað mesta av býnum Jisr al Shughur, sum er tann seinasti undir sýriskum stjórnarræði í Idlib landspartinum. Fellur býurin, er vegurin opin til Latakia, ið er býur Alawite minnilutans, sum ættin hjá sýriska forsetanum, Bashar al Assad, er partur av. Býurin er higartil sloppin undan krígsatgerðum, men verður hann álopin og fellur, fer tað um ikki annað at hava ímyndaligan týdning fyri støðu forsetans og vald hansara. Hesaferð er tað al Qaeda vongurin, sonevndi Nusra herurin, ið hevur vunnið á stjórnarherinum. Nusra herurin var tann sterkasti, til islamski staturin kom á vígvøllin. Á heimasíðuni stendur, at endamálið við Maggie s er, at skapa trivna í Nólsoyarbygd og samstundis bjóða vitjandi í oynni ein lættan verða, tølandi drykkir og mentanarligt input. Á heimasíðuni ber eisini til at síggja alla tónleikaskránna, og at keypa atgongumerki til tær 23 konsertirnar, sum eru á skránni higartil í summar. Í Nepal veksur talið á deyðum eftir sterka jarðskjálvtan í morgun. Váttaða talið á deyðum er 1400, og myndugleikarnir siga, at nógv fólk hava fingið skaða. Nógv hús og tempul eru farin í sor, og í høvuðsstaðnum Katmandu er víðakenda útsýnistornið frá 1800 talinum rapað. Tað stóð á varðveitingarlistanum hjá UNESCO. Jarðskjálvtin máldi 7,9. Miðdepilin var millum høvuðsstaðin Katmandu og býin Pokhara, har á leiðini búgva meira enn seks milliónir fólk, og telefonsambandið er slitið, so torført er at fáa yvirlit yvir støðuna. Jarðskjálvin hevði við sær fleiri skalvalop á Mount Everest, og myndugleikarnir í Nepal hava váttað, at har eru tíggju deyð teirra millum útlendingar, ið vóru á veg oman ella niðan á fjallið. Times of India hevur seinni skrivað, at talið á deyðun er 13. Skalvalop rakti eina av legunum niðan eftir fjallinum. Har vóru 300 fjallaklintrarar staddir, og øll eru teimum til hjálpar, ið hava fingið skaða, sigur Sky news. Skjálvtin, ið er tann ringasti í Nepal í 80 ár, hevði miðdepil millum høvuðsstaðin Katmandu og býin Pokhara. Skjálvtin máldi 7,8 og f leiri eftirskjálvtar hava verið. Danska borgerservice sigur við DR, at tey vita um 125 danskar ríkisborgarar, ið eru í Nepal. Men tað eru ikki øll, ið lata seg skráseta , tá tey fara at ferðast, og tí kann talið verða hægri. Sum vant, so byrjaði flaggdagshaldið við, at skrúðgonga við hornorkestri og skótum á odda, marsjeraði oman á Vaglið, har Elin Brimheim Heinesen flutti fram røðu. Umleið sættahvørt barn, sum verður ansað á stovni í Tórshavnar kommunu, fær frípláss, ella lutvíst frípláss. Tað vísir ein uppgerð sum kommunan hevur gjørt, og sum útvarpið hevur fingið innlit í. Fyri at fáa fult frípláss skal inntøkugrundarlagið hjá húskinum í mesta lagi vera 247.000 krónur um árið. Tá skal dragast frá eitt sokallað barnagjald sum er 12.996 krónur fyri hvørt barnið, sum býr heima. Liggur inntøkan ímillum krónur 247.000,og krónur 292.900, verður játtað lutvíst frípláss. Skipanin við fíggjarligum fríplássum er regulerað í dagstovnalógini og tilhoyrandi kunngerð um fíggjarlig frípláss. Har er millum annað ásett, hvat roknast skal uppí inntøku v.m., upplýsir Tórshavnar kommuna. Fleiri smáir eftirskjálvtar hava verið, síðani harða skjálvtan í gjáramorgunin, men hesin er tann harðasti higartil. E nn er óvist hvussu stórir skaðarnir eru. Eftirjarðskjálvtin í morgun hevur havt við sær trý skriðjulop á Mount Everest, men enn er óvist, um nakar hevur latið lív í skriðulopunum. Samstundis veksur talið av deyðum eftir harða jarðskjálvtan í Nepal í gjár, sum var máldur til 7,9, og var á leiðini millum høvuðsstaðin Katmandu og býin Pokhara. Danska uttantíkismálaráðið boðar frá, at teir hava havt samband við 160 danir, ið eru staddir í Nepal, men enn mangla teir at fáa samband við 130 fólk, og møguliga eru fleiri danir í landinum, sum Uttanríkisráðið ikki veit um. Tað er torført at fáa samband við fólkini, tí telefonnetið riggar ikki alla staðni, sigur Danska uttanríkismálaráðið við DR. Ráðið mælir fólki frá at fara til Nepal í løtuni. Jarðskjálvtar eru ikki óvanligir í Nepal, men sagt verður at hetta er tann ringasti síðani 1934, tá høvuðsstaðurin Katmandu nærum varð lagdur í oyði. Tey sum halda fram og byrja masterpartin á vegleiðara útbúgvingini eftir summarsteðgin, skulu hava tímaniðurskurð. Tað heldur Føroya Lærarafelag, sum hevur heitt á Mentamálaráðið at taka støðu til hendan spurningin. Og Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í skúlamálum, segði á aðalfundinum hjá Lærarafelagnum fyri viku síðani, at tímaniðurskurðurin verður veittur til teirra, sum halda fram á útbúgvingini. Umframt tímaniðurskurð til teirra, ið halda fram við vegleiðaraútbúgvingini, segði landsstýrismaðurin, at tímar eisini verða til vegleiðarar í støddfrøði og orðblindalærarar soleiðis, at teir kunnu virka í førleikastovunum á jøvnum føti við aðrar yrkisbólkar, skrivar skúlablaðið. Órógv er í heilsuverkinum, og í morgin fer Læknafelag Føroya at hava tíðindafund um støðuna. Limir í Læknafelag Føroya hava seinastu tíðina gjørt vart við sína ónøgd um støðuna í heilsuverkinum. Nú hevur Læknafelag Føroya, sum umboðar læknar, kommunulæknar, serlæknar og yngri læknar, skrivað eitt skjal, sum sambært felagnum lýsir læknafrøðina nú og komandi árini. Í Sosialinum fríggjadagin hevði felagið fyri Føroyskir læknar uttanlands skriv um heilsuverkið, og fleiri læknar, millum annað næstformaðurin í Serlæknafelagnum Fróði Joensen og Shahin Gaini, yvirlækni á Landssjúkrahúsinum hava seinastu vikurnar funnist at støðuni í heilsuverkinum í greinum í Sosialinum. Eisini Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, hevur gjørt vart við, at støðan í Heilsuverkinum ikki er nøktandi. Fróði Joensen vísur millum annað á, at samanborið við støðið í danska heilsuverkinum, átti føroyska heilsuverkið at havt 43 serlæknar aftat, umframt at fýra serlæknastørv ikki eru normeraði. Tað ger, at undirmanning kemur fyri á summum deildin, og tí verða læknarnir ovbyrjaðir, sigur Fróði Joensen við Sosialin. 14 av teimum 36 virkandi serlæknunum eru yvir 60 ár, og tí verður trupulleikin enn størri um nøkur ár. Fróði Joensen heldur, at tað kann gerast trupult at fáa nýggir serlæknar til føroyar, tí serlæknar er eftirspurd arbeiðsmegi uttanlands, og tí kappast vit við útlendsk sjúkrahús um serlæknarnar. Tá umstøðurnar eru so keðiligar fyri serlæknar í Føroyum, har man ofta kann standa einsamallur sum serlækni, er sannlíkt, at serlæknarnir velja at fara aðra staðni, har umstøðurnar eru betur, sigur Fróði Joensen. Hann sigur, at hann ongantíð áður hevur upplivað eitt so stórt trýst á serlæknaøkið. Ein ortodædkirurgur og einasti serlækni í giktasjúkum hava sagt seg úr starvi, og seinasta hálva árið hava tríggir serlæknar verið sjúkrameldaðir av strongd. Tí er stórur tørvur á at umskipa heilsuverkið, sigur Fróði Joensen við Sosialin. Shahin Gaini, yvirlækni, leggur í grein í sosialinum dent á, at neyðugt er at savna serlæknarnar í Føroyum á einum sjúkrahúsið. Hann sigur, at hóast Landssjúkrahísð er stórsta sjúkrahúsið í Føroyum, so er tað lítið samanborið við nógv sjúkrahús uttanlands. Hann heldur, at av tí at so fáir serlæknar eru í Føroyum, so mugu vit savna vitanina á einum stað, so sjúklingurin kann fáa bestu viðgerðina. Hann sigur, at fleiri dømi eru um, at ein serlækni hevur eitt so stórt øki, at tað í veruleikanum átti at verið fýra serlæknar á soma øki. Men trupulleikin er, at politisku mynduleikarni ikki lurta eftir serfrøðini, og tað elvir til, at tænastan ikki er nóg góð, sigur Shahin Gaini yvirlækni við Sosialin. Og sum sagt hevur Føroya læknafelag nú lagt seg útí kjakið um heilsuverkið. Felagið heldur, at orsøk er til at rópa varskó, og felagið hevur tíðindafund um eitt skriv, sum felagið hevur skrivað, í morgin klokkan 10 á Deildini fyri Arbeiðs og Almannaheilsu. Lægri oljuprísur, samstundis sum arbeitt verður við at umleggja lánini, fer at geva SEV eitt avlop sum verður á leið 60 milliónir krónur í ár. Men hóast góðu gongdina í løtuni, so vil nevndaformaðurin, Jákup Suni Lauritsen ikki siga, at SEV er komið fyri seg av álvara, tí stórar avbjóðingar standa fyri framman, sigur Jákup Suni Lauritsen, nevndarformaður í SEV. Skuldin verður ein milliard SEV skyldar slakar 700 milliónir krónur, og ætlanin er at taka góðar 300 milliónir krónur í láni í ár. Tá verður samlaða skuldin umleið eina milliard krónur. SEV má nú leita sær uttanlands at fáa lán, og tí arbeiðnum standa BankNordik og svenski Einskilda bankin fyri. Miðað verður eftir, at rentan á lánunum skal lækka úr millum trimum og fýra prosentum, niður í undir tvey prosent, varð upplýst á aðalfundinum fríggjadagin. SEV miðar eftir at øll elorkan skal vera frá sonevndari grønari orku í 2030, tað vil siga vindi, vatni og sjófarfalli. Óhóskandi leigumál hjá almennu stovnunum er ein alt ov stór óneyðug útreiðsla fyri føroyska samfelagið. Tað er áskoðanin hjá Føroya Pedagogfelag, sum heldur, at mann eigur at byggja til endamálið heldur enn at leiga bygningar og høli, sum upprunaliga eru ætlað til annað endamál Í síðstu viku segði útvarpið frá, at Almannaverkið í samstarvi við Landsverk hevur gjørt eina kanning av teimum 80 bygningunum, sum Almannaverkið eigur ella leigar kring landið. Kanningin vísur millum annað, at 22 av teimum 45 bygningunum og bústðartilboðunum hjá Almannavekrinum í Havn ikki eru nøktandi, til tað endamálið ið teir verða nýttir til. Bæði tí teir eru ov illa viðlíkahildnir, og eisini tí teir ikki eru hóskandi til tað endamálið, ið teir skulu nýtast til. Millum annað vísti Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum á, at ov nógv bústaðartilboð til millum annað fólk við menningartarnið og sálarsjúku eru í vanligum sethúsum. Meginparturin av teimum starvsfólkum, sum starvast innan hetta økið, eru limir í Føroya Pedagogfelag, og hetta eru ikki umstøður, sum okkara limir kunnu starvast undir, sigur Jógvan Philbrow. formaður í lesarabrævi. Vit uppliva ár eftir ár, hvussu tað almenna spýtir pening í leigumál, sum als ikki hóska til endamálið, millum annað til sambýli har fólk við mennignartarni búgva. Óneyðugar útreiðslur hava staðist av hesum, og sum oftast hava sambýlini ikki livað upp til tað endamál, tey eiga at hava, sigur Jógvan Philbrow Hann heldur, at neyðugt er at gera eina langtíðarætlan fyri økið í samstarvið við fólk, ið hava serkunnleika á økinum millum annað starvsfólk, búfólk og avvarandi at teimum, sum skulu búgva á sambýlunum. Og loysnin er at byggja nýtt, heldur enn at leiga, heldur Pedagogfelagið. Almannaverkið samstarvar í løtuni við Almannamálaráðið um at finna eina loysn at basa bústaðartrupulleikanum. Edvard Heen vildi í síðstu viku ikki fara í smálutir um ætlanina enn, men tá segði hann, at talan væntandi bæði verður um at byggja nýtt, og at umskipa verðandi bústaðartilboð. Høgni Egilstoft Nielsen, John Rødg rd, Martin Poulsen og Finnbjørn Vang vunnu allir sínar dystir í gjár. Tí tí vunnu Føroyar 4 0 í ímóti Liktenstein í talvkappingini fyri smátrjóðir, sum var á Guernsey. Luksemburg vann við 17 dystarstigum og 27 borðstigum, Monaco fekk á øðrum plássi 15 dystarstig og 26 borðstig, og Føroyar á 3. plássi fingu 15 dystarstig og 26 borðstig. Hetta er fjórðu ferð, at Føroyar eru við í kappingini fyri smátjóðir í Evropa í talvi. Føroyar hava vunnið kappingina tvær ferðir og Luksemburg hevur vunni tvær ferðir hesi árini. Tað skrivar Vágaportalurin. Dygdarskipanin Den danske kvalitetsmodel stytt DD kilometrar skal ikki nýtast eftir árskifti, og dygdarrbeiði í heilsuverkinum skal endurskoðast. Tað halda Nick Hækkerup, danski heilsumálaráðharrin, og Bent Hansen, formaður fyri Danske Regioner, sambært tíðarritinum Fredag Formiddag. Donsku sjúkrahúsini og Landssjúkrahúsið í Føroyum, hava seinastu árini nýtt dygdarskipanina DD kilometrar í akkrediteringsarbeiðnum hjá donsku sjúkrahúsunum, sum skal tryggja dygd og trygd í heilsucerkinum. Ein akkreditering er ein skoðan ella ein roynd, og DD kilometrar ásetur krøv, sum sjúkrahúsini skulu virka eftir. Dygdararbeiði hevur við sær ov nógv pappírs og skrivstovuarbeiði á sjúkrahúsunum við tí úrsliti, at starvsfókini hava ov lítla tíð til sjúklingarnar. Tí skal dygdararbeiði skal gerast einfaldari, siga Nick Hækkerup og Bent Hansen. Niels Hækkerup sigur, at nógvar atfinningar hava verið frá starvsfókunum av DD kilometrar skipanini, millum annað av nógva pappírsarbeiðnum, og tað eiga vit at lurta eftir, sigur hann. Hann heldur ikki, at krøvini, sum frameftir skulu setast donsku sjúkrahúsunum, skulu fara í smálutir. Rætt hevði verið at sett nøkur national mál, sum einstaka sjúkrahúsið síðani sjálvt skal finna útav, hvussu tað kann røkka. Tað sigur Nick Hækkerup heilsumálaráðharri í Danmark. Landssjúkrahúsið í Føroyum hevur í fleiri ár verið í eini tilgongd at skula akkrediterast eftir dygdarskipanini DDKM. Sambært heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum, skal sjúkrahúsið skoðast eftir hesum leistinum í november 2016. HB B36 1 3 0 1 Lukasz Cieslewizc 30 min 0 2 Hans Pauli. Samuelsen 45 min 0 3 Hans Pauli Samuelsen 72 min 1 3 Jógvan Rói Davidsen 84 min Víkingur NSÍ 5 1 0 1 , Magnus H. Olsen 20 min 1 1 , Bárður Hansen 44 min 2 1 , Erling Jacobsen 46 min 3 1 Finnur Justinussen 66 min 4 1 Erling Jacobsen 75 min 5 1 Gunnar Vatnhamar 80 min 1 NSÍ 18 stig 2 B36 17 stig 3 Víkingur 14 stig 4 HB 12 stig 5 ÍF 11 stig 6 KÍ 11 stig 7 TB 8 stig 8 FC Suðuroy 6 stig 9 AB 5 stig 10 EB Streymur 3 stig Hóast tær ndaðu á einum 10. plássi í World Cup kaping i Finnlandi, vóru kvinnurnar hjá Havnar Fimleikafelag sera glaðar fyri besta úrslitið tær áður hava fingið. Hoyr her samrøðu við Eyð Strøm, venjara. Oddaliðið NS varð fyri einum stórtapi í grannauppgerðini í Gøtu meðan FC suðuroy hevur tikið eitt stórt fet av aftastaplássi og er nú omanfyri niðurflytingarstrikuna. Seinnapartin í dag framførdu tær í finaluni og endaðu tær á einum 10. plássi út av 21 luttakandi londum. Tær fingu 15 stig í innleiðandi kappingi, og 15,5 í finaluni í dag, og er tað harvið hægsta stig tær higartil hava fingið. Fróði Magnussen, ið skipar fyri Ódnartaki saman við Teiti Samuelsen, heldur, at tað er tørvur á nýhugsan og meira undirhaldi í føroyskum kappróðri, tí fóru teir í holt við hetta tiltakið. Hesa vikuna hoyra vit um Kenneth og Katju og øll hini, sum eru í Mórugøtu 8. Hoyrispælið er í fýra pørtum hesuferð.Jákup Veyhe leggur til rættis. Bjargingarfólk stríðast við at grava offur úr niðurrapaðum bygningum, eftir jarðskjálvtan leygardagin, ið máldi 7,8 á richterstiganum. Í høvuðstaðnum Kathmandu óttast fólk fleiri jarðskjálvtar. Fleiri túsund teirra hava tí sovið úti í nátt. Á gøtuni síggjast madrassur og tjøld, ið skulu verja móti náttarregninum, skrivar tíðindastovan Reuters. Fleiri av sjúkrahúsunum í býnum er løgd í oyði. Tey, ið framvegis eru virkin, eru á tremur, og tí liggja fleiri sjúk og løstað á gøtunum. Jarðskjálvtin leygardagin er tann næststørsti, ið hevur raktt Nepal síðani 1934, tá umleið 8500 fólk lótu lív. Í lesarabrævi í Sosialinum um vikuskifti siga læknar uttanlands, at eitt vælvirkandi og nútímans heilsuverk krevur, at politikarar lurta eftir serfrøðini, taka ábyrgd og tora at fremja tær broytingar, sum eru neyðugar til frama fyri føroyska sjuklingin. Felagið vísir á, at ein av trupulleikinum í Føroyum er, at serlæknar ikki fáa tíð og umstøður til sína egnu sergrein og tískil ikki fáa veitt sjúklinginum nøktandi og nútímans vigerð. Tí er politisk raðfesting neyðug, sigur felagið. Sjúkrahúsverkið í Føroyum skal kunna bjóðað trygga og fakliga nøktandi viðgerð til allar føryingar. Vit halda, at vit kunnu fáa munandi betri útbýti av fakliga tilfeinginum i Føroyum. Hetta er tó treytað av politiskari raðfesting, skrivar felagið Felagið eftirlýsir eina langtíðar heildarrætan fyri sjúkrahúsverkið. Felagið vísir eisini á týdningin við undirvísing á sjúkrahúsunum. Tað er eitt treyytaleyst krav fyri framhaldandi at hava yngri læknar undir útbúgving og í útbúgvingarstørvum á Landssjúkrahúsinum, sigur felagið. Felagið mótmælir, at arbeiðið á sjúkrahúsunum verður skert og skeiklað. Og sigur felagið virksemið, sum vit kenna í dag fellur á eitt stig, sum komandi serlæknar ikki kunnu góðtaka. Føroyskir læknar uttanlands vísa á, at kjakið í Føroyum ikki longur eigur at snúgva seg um tey trý sjúkrahúsini, útjaðarin mótvegis miðstaðarøkinum. Heldur eiga vit at kjakast um, hvussu borgarin fær bestu viðgerðina, og hvussu sjúkrahúsverk Føroya kann kann blíva ein vælvirkandi, samansjóða eind, heldur felagið. Órógv er í heilsuverkinum, og nú fyrrapartin klokkan 10 hevur Læknafelag Føroya kallað til tíðindafund um støðuna í heilsuverkinum. At privatur stuðul onkursvegna er í valstríði í framtíðini er eingin ivi um, skrivar løgtingsmaðurin í grein á heimasíðuni hjá Sambandsflokkinum. Eivin Jacobsen spyr, hvat endamálið er við privatum fíggarligum stuðli til flokkar og valevni. Er tað við persónligum og vinnuligum áhugamálum í huga at ávirka politisku skipanina, spyr tingmaðurin. Í desember í fjør samtykti Løgtingið einmælt at hækka játtina til politiska upplýsing við einari millión krónum. Hetta varð gjørt fyri at tryggja og menna fólkaræðið. Grundgevingarnar vóru millum annað, sigur Eivin Jacobsen, at valevni skulu ikki halda seg aftur at stilla upp av fíggjarligum ávum. Tað er millum annað við hesum í huga, at tingmaðurin, Eivin Jacobsen, nú reisir spurningin um fíggarligan stuðul í politisku skipanini. Andstøðan legði seinasta heyst fram uppskot á løgtingi um stuðul til flokkar og valevni. Andstøðan metti tað vera rætt, at flokkar upplýsa, hvaðani stuðulin til politiska virksemi stavar, tá stuðulin fer upp um eina ávísa peningaupphædd. Andstøðan heldur, at stuðul skal gevast upp í roknskapinum hjá flokkunum, so almenningurin kann fáa innlit í, hvør stuðlar hvørjum fíggarliga. Men uppskotið hjá andstøðuni fall. Eivin Jacobsen vísir á, at tað er ikki líka lætt hjá øllum at verða hoyrd í almenna rúminum, serliga ikki hjá teimum, sum trína á politiska pallin á fyrsta sinni. Tí reisir tingmaðurin spurningin um fíggjarligan stuðul. Samstundis bíða 29 finsk bjargingarfólk eftir at sleppa avstað. Tey skuldu eftir ætlan flúgva úr Kastrup í morgun, men flogfarið er seinkað. Eisini svensk bjargingarfólk bíða eftir at sleppa avstað. Samstundis sigur nýggjasta uppgerðin, at 3200 fólk hava latið lív og fleiri túsund fólk eru løstað av jarðskjálvtanum leygardagin, ið vísti 7,8 á sonevnda richterstiganum. Fleiri av sjúkrahúsunum í býnum er løgd í oyði. Tey, ið framvegis eru virkin, eru á tremur, og tí liggja fleiri sjúk og løstað á gøtunum. Hvussu langt er arbeiðið komið við at broyta markið fyri minstu stødd á valstøðum Tað vil Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hava at vita frá Anniku Olsen, landsstýriskvinnu. Helgi Abrahmsen spyr eisini, um roknast kann við, at markið fyri minstu stødd verður broytt fyri komandi løgtings og fólkatingsval, sum skulu vera í seinasta lagi í heyst. Í viðmerkingunum sigur løgtingsmaðurin, at ein meginregla í vallógini er, at valið skal vera loyniligt. Men av tí at summi valstøð hava sera fáar veljarar, ber í teimum førum næstan til at seta navn á, hvør eigur hvørja atkvøðu. Í vallógini er ásett, at einki valstað kann hava færri enn tíggju veljarar. Tað eru bara tríggir veljarar fleiri enn tað eru flokkar í løgtinginum. Hetta er ein sera óheppin støða fyri demokratiið á smáplássunum, heldur Helgi Abrahamsen. Hann hevur tvær ferðir áður reist fyrispurningin um broytingar í vallógini, men enn er einki hent, sigur Helgi Abrahamsen, sum nú ótolnast, tí val nærkast í hvørjum. Tað kann ikki passa, at landsstýrið ikki vil loyva veljarum á smáplássum at velja á loyniligum vali, sigur Helgi Abrahamsen. Hann vil eisini hava at vita, hví tað tekur so langa tíð at broyta minsta markið. Helgi Abrahamsen heitir á Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, um at bera so í bandi, at atkvøðurnar á teimum minstu valstøðunum á komandi løgtings og fólkatingsvali verða taldar saman við einum størri valstaði. Tað eru fyrstu orðini á upptøkuni niðan fyri, tá tað leygardagin gjørdist greitt hjá fjallaklintraranum á Mount Everest, at ein skalvur var lopin á fjallinum. Fyrstu løtuna eru fjallaklintrarnir róligir. Síðani kemur róp í, og fjallaklintrarnir søkja sær skjól í teltunum í leguni, Everest Basecamp, ið er 5364 metrar uppi. Týski fjallaklintrarin, Jost Kobusch , hevði upptøkutólið tendrað, tá skalvurin rakar leguna á Mount Everest, har nakrir fjallaklintrarar eru staddir. Sí upptøkuna her. 17 fjallaklintrarar hava higartil mist lívið í skalvalopinum og fleiri enn 60 aðrir fjallaklintrarar eru løstaðir, skrivar BBC News . Tilsamans eru fleiri enn 3.200 fólk higartil deyð av jarðskjálvtanum leygardagin, meðan 6.000 onnur fólk eru særd, skriva útlendskir miðlar. Útlenska navnið City Church hevur tann vansan, at tað kann tykjast ókent og óvanligt fyri fleiri føroyingar, og tá kann verða torført at taka nýggja navnið til sín. Soleiðis sigur Sissal Kristiansen um samleikaskiftið hjá Evangeliiðhúsinum, sum nú eitur City Church. Sissal Kristiansen er ráðgevi við drúgvum royndum í samleika og samleikaskifti og hevur fleiri ferðir verið við í arbeiðinum, tá handlar ella matstovur skulu hava nýggjan samleika. Hon heldur tað vera av alstórum týdningi, at fólk taka nýggja navnið, City Church, til sín sum skjótast. Skal ein rebranding eydnast, so er umráðandi, at fólk longu nú siga City Church og ikki Evangeliiðhúsið, sigur Sissal Kristiansen. Tá okkurt verður rebrandað, er tað eitt lyfti um aðrar tíðir, og tú fortelir um broytingarnar við eitt nú at geva nýtt navn, broyta búmerkið og so framvegis. So skal rebrandingin av Evangeliiðhúsinum eydnast, er tað av stórum týdningi, at samkoman eisini heldur lyfti at broytingarnar ikki einans eru farnar fram hvat útsjónd og navnið viðvíkur, men at sjálv samkoman eisini er broytt, sigur Sissal Kristiansen. Eg leiti eftir øllum fólki, ung sum gomul, roynd sum óroynd. Tey skulu bara hug og vera ein partur av eini stórari familju, sigur leikstjórin, Hjálmar Dam. Hetta sigur hann í samband við at Havnar sjónleikarfelag bjóðar til almenna upptøkuroynd leygardagin 9 mai, tí at felagið fer at seta leikin fólk og dølgar í kardamummubýnum upp í heyst. Hjálmar Dam heldur at øll eiga at vaksa upp við Kaspuri, Japsuri og Jónatan, Suffíu mostir og øllum hinum í Kardamummubýnum. Tí er tíðin røtt at seta leikin upp aftur, nú tað eru 11 ár síðani hann seinast varð spældur. Hoyr hvat leikstjórin segði um upptøkuroyndina omanfyri Spurningurin ljóðar Havi ofta hugsað um part av orði ella beinleiðis orð í fyrsta liði FOR til dømis forboð, forhold, forelskilsi, forstáilsi og so framvegis. Kann minnast , at illskast varð inná Brøðrasamkomuna, at tey nýtti orðið, meðan fólkakirkjan ikki vildi nýta hetta, men bleiv ístaðin til glatan . Hvussu er við hesum, er hetta FOR ein bastardur í málinum ella hevur orðið vunnið hevd ella er hetta ein sjálvsagdur partur av máli okkara verður alt meira nýtt í hvussu so er í dagligari talu . Tí longu tá hevði SEV fingið ábendingar frá eigarunum um, at teir fara ikki at góðtaka, at vindmyllulundirnar í Húsahaga og Neshaga verða lagdar í partafelag. Størsti eigarin í SEV, Tórshavnar Kommuna, bjóðar Jarðfeingi av og setir føtur í spenni ímóti at leggja vindmyllulundirnar í Neshaga og Húsahaga í partafeløg fyri seg. Longu í desember mánaði skrivar SEV bræv til Jarðfeingi og spyr, hvør avleiðingin verður, um SEV avger ikki at stovna partafeløg til Húsahaga og Neshaga. Og hvat hendir, um SEV ikki ger felag saman við Magn. Hetta ger SEV, tí felagið longu tá hevði fingið ábendingar frá eigarafundi 12. desember, at tað neyvan kann roknast við at SEV fer at stovna partafelag til vindmyllulundirnar og ei heldur at SEV fer at gera partafelag saman við orkufelagnum, Magn. Síðani hava brævaskifti og fundir verið millum SEV og Jarðfeingi, har SEV setir spurnartekn við, hví virksemið hjá vindmyllulundunum skal leggjast í partafeløg fyri seg. SEV vísir millum annað á, at tað er ikki eitt krav í elveitingarlógini, at SEV skal stovna partafelag fyri seg. Kravið er bara, at SEV skal hava serstakan roknskap fyri netvirksemið. Og so vísir SEV á, at tað verður dýrari at leggja virksemið í partafelag heldur enn bara at hava virksemið í einum roknskapi fyri seg. Jarðfeingi sigur, at eitt partafelag hevur betri gjøgnumskygni í rakstrinum og gevur møguleika fyri kapping millum sjálvstøðugu feløgini. Jarðfeingi sigur, at hóast gjøgnumskygni kann náast í rakstrinum í roknskaparligum uppbýti og at tað verða eykakostnaðir fyri SEV at leggja vindmyllulundirnar í partafeløg, so tala umstøðurnar sum heild fyri, at raksturin av lundunum skal leggjast í partafeløg við egnari leiðslu og nevnd. SEV spyr so aftur, hvat hendir um aðalfundurin noktar at leggja í partafelag. Og seinasta svarið hjá Jarðfeingi tann 21. apríl,er, at so eru loyvistreytirnar brotnar og so kann loyvið sambært grein 22 í elveitingarlógini verða tikið aftur. Tað er hesa útsøgnina hjá Jarðfeingi, sum borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, og restin av eigarunum hjá SEV nú hava sett sær fyri at royna. Útvarpið royndi fyrr í dag at fáa eina viðmerking frá landsstýrismanninum í Vinnumálum, Jóhan Dahl, men tað eydnaðist ikki til tíðindasendingina á døgverða. Turid Arge, aðalstjóri, sigur, at Heilsumálaráðið fer nú undir at viðgera umsóknirnar. Hon kann ikki siga nakað nærri um, hvørt talan er um føroyskar ella útlendskar umsøkjarar. Aðalstjórin í Heilsumálaráðnum kundi heldur ikki siga, hvussu býtið er millum kvinnuligar og mannligar umsøkjarar, tá umsóknarfreistin var úti. Sjúkrahússtjórin er ovasti leiðari á Landssjúkrahúsinum og hevur ovastu ábyrgdina av virkseminum á stovninum. Starvið er áramálssett í fimm ár við serligum sáttmála. Lønin er ájavnt við 39. lønarflokk ið er 53.326 krónur um mánaðin hjá Felag Tænastumanna Landsins við 15 prosentum í eftirlønargjaldi og við eini áramálsviðbót. Sigurð Ólason Vang, ið hevur verið stjóri í Landssjúkrahúsinum, byrjar 1. juni í nýggjum starvi sum leiðari fyri mentamáladeildini í Tórshavnar kommunu. Samlaða játtanin til Landssjúkrahúsið er 640 millliónir krónur um árið. Á Landssjúkrahúsinum eru okkurt um 715 ársverk, og har starvast 870 starvsfólk. Jacobina og Páll Magnar Kjærbæk, sum bæði eru úr Sumba, hava keypt eini søgulig hús á Tinghúsvegnum. Fyrstu eigararnir máttu selja húsini, tí tey skuldu fíggja Hvíldarheimið Nainu. Gunnar Hoydal, sum var býararkitektur í Havn í 25 ár, greiðir frá gamla Tinghúsvegnum. Tað var og er framvegis rættiliga stórur munur á niðara parti og ovara parti av Tinghúsvegnum. 92 ára gamla Petra Arge, einkjan eftir gamla útvarpsstjóran Niels Juel Arge, hevur búð við Tinghúsvegin síðani fjørutiárini. Nú eyguni eru farin at bila, er Petra glað fyri ljóðbøkurnar, og serliga væl dámar henni at lurta eftir teimum føroysku bókunum. Lorensa Jacobsen, sum er farin um tey níti, hevur framvegis kiosk á Tinghúsvegnum. Kioskin ger, at hon kemur í samband við nógv fólk. Ann Dahl Hansen, sum er prestur í Havn, hevur frá barnaárum verið nógv á Tinghúsvegnum, har omman og abbin búðu. Nú eiga hon og familjan húsini, og Tinghúsvegurin hevur altíð sagt henni nakað serligt. Tórshavn Radio er framvegis á Tinghúsvegnum og er partur av tilbúgvingini. Poul Jakki Vitalis, telegrafistur, minnist ymist frá tíðini, tá nærum hvørt húsarhald í landinum hevði lurtitólið standandi á Tórshavn Radio, fyri at hoyra samtalurnar við skipini. Ein serliga stórur urtagarður er við Tinghúsvegin. Birgit Arge er uppvaksin her og býr her framvegis. Pápi hennara, kendi ursmiðurin Niels L. Arge, keypti urtagarðin frá Richardi Long og bygdi sethús her og gjørdi garðin størri. Brøðurnir Harald Debes og Hammershaimb Hammer Debes búleikast framvegis í barnaheiminum á Tinghúsvegnum, har 12 systkin vuksu upp. Systirin Gulli Elsa Fonsdal býr í Jarnstovugøtu beint við síðuna av, og tey eru nógv saman í barnaheiminum, har vit hitta tey. Samstundis óttast myndugleikarnir fyri, at talið á deyðum kann gerast enn størri kanska upp í 5.000 fólk, sigur eitt talsfólk frá nepalska innanríkisráðnum Talið á deyðum er ógreitt, tí summi av harðast raktu økjunum eru fjarskotin og tað hevur ikki eydnast myndugleikunum at koma í samband við tey økini. Harafturat hava 6.500 fólk fingið skaða í jarðskjálvtanum í Nepal. Fólk royna nú at sleppa sær burtur úr Nepal. Fjølmiðlar siga, at vegirnir úr høvuðsstaðnum eru á tremur við fólki, ið royna at sleppa sær burtur. Á flogvøllinum í býnum eru langar bíðirøðir, har bæði ferðafólk og íbúgvar í Nepal royna at sleppa avstað við flogfari. Síðan jarðskjálvtan leygardagin, sum varð mátaður til 7,9 á Richterstiganum, hava fleiri harðir eftirskjálvtar verið. Bjargingarfólk stríðast enn við at grava offur úr niðurrapaðum bygningum. Í høvuðsstaðnum, Kathmandu, óttast fólk fleiri jarðskjálvtar. Fleiri túsund teirra hava tí sovið úti í nátt. Fleiri av sjúkrahúsunum í býnum er løgd í oyði. Tey, ið framvegis eru virkin, eru á tremur, og tí liggja fleiri sjúk og løstað á gøtunum. Hesa vikuna hoyra vit um Kenneth og Katju og øll hini, sum eru í Mórugøtu 8. Hoyrispælið er í fýra pørtum hesuferð.Jákup Veyhe leggur til rættis. Taks bjóðaði uppgávuna alment út í síðsta mánað, og stovnurin hevur nú valt Leiðsluhúsið, sum hevur boðið sær til at gera uppgávuna fyri 490.000 krónur. Fyrri partur snýr seg um at menna og ítøkiliggera strategiina, sum Taks longu hevur stungið út í kortið. Tilgongdin skal eftir ætlan skapa eina felags fatan av, hvar Taks er í dag, og hvagar, hvussu og hvussu skjótt Taks kann flyta seg komandi árini. Leiðsluhúsið skal eftir ætlan eisini hjálpa Taks at ráðgeva og raðfesta størri og smærri verkætlanir, sum stovnurin hevur í umbúnað. Tvær aðrar ráðgevingarfyritøkur bjóðaðu sær til at gera uppgávuna fyri Taks. Tær eru Smápartafelagið VRG og smápartafelagið Norna. Tað vísir ein kanning, sum Heilsurøktarafelagið hevur latið gera og sum varð almannakunngjørd á ársaðalfundinum hjá felagnum í gjár. Kanningin, sum varð gjørd ársskiftið 2013 2014 vísir, at bara góð helvtin 54 prosent av teimum spurdu sleppa at brúka sínar fakligu førleikar til fulnar í arbeiðinum. Og 37 prosent halda seg ikki fáa hóskandi avbjóðingar í arbeiðinum. Hetta kemur ikki óvart á felagið. Heilsurøktarar í øllum almanna og heilsuverkinum vísa ofta á, at teir ikki loysa uppgávur ella ikki sleppa at hava fullu ábyrgdina av ávísum uppgávum, sigur Heilsurøktarafelagið. Felagið heldur, at allir avvarðandi partar eiga at kanna, hvussu fakligu førleikarnar hjá heilsurøktarunum kunnu brúkast til fulnar. Tað er ikki samfelagsgagnligt, at Heilsuskúlin á hvørjum ári klekir einar 20 heilsurøktarar, og at teir so bara brúka ein part av teirra førleikum, royndum og evnum í arbeiðinum, sigur Heilsurøktarafelagið í tíðindaskrivi. Fakligir førleikar ella ikki. Kanningin vísir eisini, at flestu heilsurøktarar trívast væl í starvinum kortini. 93 prosent av teimum spurdu siga, at tey eru sum heild nøgd í sínum starvi. Sløkkiliðið, løgreglan og sjúkrabilar vóru skjót á staðnum, og góðan tíma seinni fekst tamarhard á eldinum, sambært Norðoyaportalinum. Eingin var inni í húsunum, sum hava staðið tóm leingi. Eldurin er júst slóknaður, men húsini eru meir ella minni brend niður, sigur vakthavandi á politistøðini í morgun. Avlopið fyrsta ársfjórðing í ár var 13,6 milliardir krónur. Tað er triðing betur enn fyrsta ársfjórðing í fjør, skrivar tíðindastovan, Ritzau. Serliga sølan av fartelefonum gongur væl. Apple seldi 61,2 milliónir iPhone fyri tilsamans 400 milliardir krónur í fyrsta ársfjórðinginum. Tað vóru ikki bert telefonirnar, ið seldu væl. Nógvar Mac teldur vórðu eisini seldar fyrstu tríggjar mánaðirnar. Apple seldi 4,6 milliónir teldur, og tað er met. DropBucket, sum ruskspannin kallast, fær hesa virðislønina framman fyri útivið 5.000 kappingarneytar, sum vórðu innstillaðir úr 56 ymiskum londum. Red Dot Award er ein gomul virðisløn, sum hevur verið latin síðan 1955. Latnar verða virðisønir innan ymiskar greinar av sniðgeving. Ruskspannin er løtt at seta upp, og verður burturbeind saman við ruskinum. Og so tolir honn at vera úti ta tíðina, hon verður brúkt. Heiða Gunnarsdóttir Nolsøe sigur í tíðindaskrivi, at hetta er ein stórur heiður, tí hendan virðislønin kann sammetast við ein Oscar í filmsvinnuni. Heiða Gunnarsdóttir Nolsøe fær handað virðirlønina í juni mánað í summar. DropBucket hevur áður fingið fleiri íverksetaravirðirlønir. Vit vóru ikki fyrireikað til eina so stóra vanlukku. Vit hava ikki nóg mikið av pengum og øðrum tilfeingi, og okkum tørvar meira tíð at røkka øllum, sigur nepalesiski innanríkisráðharrin, Bam Dev Gautam, sambært dpa. Í morgun fóru hundraðtals íbúgvar sjálvir í holt við at grava og leita í húsaleivdunum í vónini um at finna avvarandi, skrivar tíðindastovan Reuters. Fleiri í høvuðstaðnum Kathmandu hava seinastu dagarnar sovið úti á torgum, lundum og vegum. Nøkur øki hava fingið streymin aftur, men hann er óstøðugur, skrivar dpa. Kanningin, sum varð gjørd ársskiftið 2013 2014 vísir, at bara góð helvtin 54 prosent av teimum spurdu sleppa at brúka sínar fakligu førleikar til fulnar í arbeiðinum. 37 prosent av teimum spurdu í kanningini halda seg ikki fáa hóskandi avbjóðingar í arbeiðinum. Hetta kemur tó ikki óvart á Heilsurøktarfelagið. Heilsurøktarar í øllum almanna og heilsuverkinum vísa ofta á, at teir ikki loysa uppgávur ella ikki sleppa at hava fullu ábyrgdina av ávísum uppgávum, sigur Heilsurøktarafelagið. Felagið heldur, at allir avvarðandi partar eiga at kanna, hvussu fakligu førleikarnar hjá heilsurøktarunum kunnu brúkast til fulnar. Tað er ikki samfelagsgagnligt, at Heilsuskúlin á hvørjum ári klekir einar 20 heilsurøktarar, og at teir so bara brúka ein part av teirra førleikum, royndum og evnum í arbeiðinum, sigur Heilsurøktarafelagið í tíðindaskrivi. Fakligir førleikar ella ikki. Kanningin vísir eisini, at flestu heilsurøktarar trívast væl í starvinum kortini. 93 prosent av teimum spurdu siga, at tey eru sum heild nøgd í sínum starvi. Ófriðurin kyknaði eftir at ein 25 ára gamal svartur maður, Freddie Gray, doyði fyri góðari viku síðan av løstum sum hann fekk, tá hann varð handtikin vikuna frammanundan. Freddie Gray varð jarðaður í gjár. Hendingin við unga manninum hevur elvt til vreiði og samanbrestir millum svørt og politiið í Baltimore. Mótmælisfólk hava rænt og sett eld á eitt apotek og hava tveitt múrsteinar eftir løgregluni. Fleiri hundrað løgreglumenn hava verið í gøtunum í kjalarvørrinum á ófriðinum. Fráboðanir eru um, at einir 15 hava fingið skaða í samanbrestunum. Borgarstjórin í Baltimore, Stephanie Rawlings Blake, hevur nú lýst útigongubann frá klokkan 22 til klokkan fimm á morgni. Bannið stendur við í eina viku. Hatta kann fáa stórar avleiðingar fyri mentan, átrúnað og ferðafólkavinnu, sigur fornfrøðingurin Christopher Prescott, á universitetinum í Oslo, við NRK . Fýra støð og bygningar í Nepal, sum eru á listanum hjá Sameindum Tjóðum fyri heimsarv, eru oyðilagdir í jarðskjálvtanum leygardagin. Millum annað kenda Dhara hara tornið í Katmandu, sum táverandi drotningin í Nepal bygdi í 1832. Tornið var í níggju hæddum og var 62 metrar høgt og var sera nógv vitjað. Eisini eru tempul og standmyndir, sum gomlu kongarnir í Nepal lótu byggja millum 1100 og 1700 talið, horvin úr býarmyndini í Katmandu. Nógvir bygningar hava stóran týdning fyri ferðavinnuna og hava verið nógv vitjaðir. Tí fær hetta avleiðingar fyri ferðavinnuna eisini, sigur Christopher Prescott, fornfrøðingur við NRK. Ein talsmaður hjá nepalesisku myndugleikunum sigur, almenna talið á deyðum, eftir jarðskjálvtan leygardagin, nú er komið upp á 4.349 fólk. Eru 10.000 fólk deyð, er talan um herviligastu vanlukkuna í Nepal og India síðani 1934. 8.500 fólk doyðu í einum jarðskjálvta, sum var 15. januar í 1934. Nú skal tað verða lættari hjá løgregluni at handtaka tey fólkini, sum órógva grindadrápini í Føroyum. Eisini skal tað verða greiðari hjá teimum, ið luttaka í grindadrápi, at kenna síni rættindi og skyldur. Endamálið er, at tað skal vera lættari at handtaka fólk, ið royna at forða grindadrápi, og somuleiðis skal vera lættari at leggja hald á útgerð, sum verður brúkt at órógva við í einum grindadrápi. Eitt, sum vit fegnast um við nýggju ásetingunum, er, at nøkur ting nú verða ásett við lóg og ikki bert eru partur av kunngerðini. Tað fer at gera tað munandi lættari hjá løgregluni, tá grindadráp er. Somuleiðis gera nýggj uásetingarnar tað lættari hjá løgregluni at til dømis leggja hald á bátar og aðra útgerð, sum verður nýtt til at forða grindadrápi, sigur John Kølbæk, fúti. Eisini í Grindamannafelagnum fegnast tey um nýggju ásetingarnar, sum vónandi verða samtyktar, áðrenn Tingið fer í summarfrí 7. mai. Tað hevði verið gott, um so var, tí so kunnu grindadrápini verða skipað eftir nýggju ásetingunum longu nú í summar, sigur Regin Jespersen frá Grindamannafelagnum. Í Danmark fekk hon diagnosuna infantil autisma. Monika byrjaði at geva henni annan kost og eftir stuttari tíð hevði hon tað betri. Í dag hevur dóttirin onga diagnosu. Vit hava fyrireikað okkum væl til hesar finalurnar móti Gentofte, um hvør skal spæla í bestu deildini komandi kappingarár, sigur Sofía Purkhús, sum spælur við Amager AK. Sofía spælir við Amager AK saman við tveimum øðrum føroyingum, Birgit Guttesen og Einu Kalsø. Amager AK vann næstbestu deildina í Danmark, men kappingarskipanin sigur at man ikki vinnur eina beinleiðis uppflyting í hægri deild. Tí skal Amager AK skal spæla tvær finalur móti aftasta liðnum í bestu deildini, sum er Gentofte. Tað liðið, sum vinnur flest sett samanlagt í finalunum skal spæla í bestu donsku flogbóltsdeildini næsta ár. Morgunsendingin tosaði í morgun við Sofíu Purkhús, úr Klaksvík, sum spælir við Amager AK. Felagið er fegið um, at Bister Leitibrunnurin nú verður boraður, sum ein uppfylgingarbrunnur til tað týðandi Snilehorn fundið á sama loyvi og nær við Njord undirstøðukervi, sigur Graham Stewart, forstjóri. Borað verður eftir kolvetnum í somu jarðarløgum, sum Hyme og Snilehorn keldurnar eru, tí seismiskar kanningar benda á, at Bister leitimiðið líkist hesum báðum keldunum. Statoil, ið eigur ein góðan triðing av brunninum, er fyristøðufelag, og tað verður Trans ocean Spitzbergen boripallurin, sum verður nýttur til boringina. Havdýpið, har borað verður, er 260 metrar. Sløkkiliðsleiðarin í Klaksvík, Finn Hansen, sigur at eldurin varð fráboðaður um fýratíðina í nátt, men tá sløkkiliðið kom á staðið, var eldurin so stórur, at har var ikki hugsingur um at sløkkja hann. Lise Møller, sum er leiðari fyri víðari útbúgvingina hjá læknum sigur, at tey eru farin at kanna, um nóg nógvir serlæknar eru í Føroyum til at handfara útbúgvingina av yngru læknum á nøktandi hátt. Enn er alt ov tíðliga at gera nakra niðurstøðu, sigur Lise Møller, leiðari á Sekretariatet for Lægelig Videreuddannelse ØST, sum tað nevnist. Í dag eru myndugleikarnir í Indonesia farnir undir at fyrireika at avrætta átta útlendingar, sum eru dømdir fyri rúsevnasmugling, og síðani dømdir til deyða. Fangarnir verða avrættaðir við skotum, og tað verður helst gjørt mikumorgunin. Millum tey deyðadømdu eru tveir australskir ríkisborgarar. Hóast nógv er gjørt fyri at veita teimum dømdu grið, so boðaðu myndugleikarnir í Indonesia frá um vikuskiftið, at nú er nóg mikið tosað, nú verða tey dømdu avrættað. Talan er um átta útlendingar og ein mann úr Indonesia. Familjurnar hjá teimum dømdu hava fingið boð um, at tey ikki sleppa at hitta tey dømdu eftir í dag Tað verður tikið sum tekin um, at tey níggju fólkini verða avrættað tíðliga í morgin. Umframt úr Australia, eru tey deyðadømdu úr Brasil, Filipsoyggjunum og Nigeria. Forsetin í Indonesia, Joko Widodo, sigur, at Indonesia hevur stórar trupulleikar av rúsevnum, og tí kemur tað ikki uppá tal at veita teimum dømdu grið. Løgmálaráðharrin í landinum hevur gjørt greitt, at avgerðin um at avrætta tey dømdu, ikki verður broytt, og heldur ikki dagurin, sum er ásettur til í morgin. Virðið á avreidda fiskinum var 22 milliónir krónur hægri enn í fjør, vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni . Nøgdin av toski vaks ein triðing, áleið 1.000 tons meir enn í fjør. Fiskiskapurin eftir hýsu var heldur frægari enn í fjør, men tann fiskiskapurin hevur verið vánaligur seinastu árini. Fiskiskapurin eftir upsa minkaði við 13 prosentum í mun til í fjør. Av øðrum botnfiski, eitt nú brosmu og longu, er nøgdin minni í ár enn í fjør ávikavist 43 prosent og 30 prosent minni. Samlaða nøgdin í ár av flatfiski er vaksin 11 prosent. Í mun til í fjør er landað væl meira av svartkalva. Hagstovan upplýsir, at tey gott og væl 3.000 tonsini av toski, sum vórðu fiskað á Flemish Cap í vetur, eru við í uppgerðini. Verður fyrsti ársfjóðringurin í ár samanborin við fyrsta ársfjóðring undanfarin ár, sæst, at feskfiskaveiðan ikki er góð, tí bert smáar nøgdir eru landaðar seinastu árini, skrivar Hagstovan. Hesa vikuna hoyra vit um Kenneth og Katju og øll hini, sum eru í Mórugøtu 8. Hoyrispælið er í fýra pørtum hesuferð.Jákup Veyhe leggur til rættis. Eyðgunn Samuelsen spyr landsstýrismannin, um arbeiðið at greina orsøkirnar og avleiðingarnar til kvinnutrotið í Føroyum er byrjað. Tingkvinnan vísir í viðmerkingunum á, at í heildarætlanini um fólkaflyting og fólkavøkstur, sum varð latið landsstýrinum í apríl 2013, verður mælt til at greina orsøkir og avleiðingar av kvinnutroti í Føroyum við tí fyri eyga at orða ein javnstøðupolitikk. Eyðgunn Samuelsen undrast á, at einki er hent í málinum. Heildarætlanin er tvey ára gomul, og løgmaður vísti í ólavsøkurøðuni sama ár á trupulleikin og segði, at talan er um stóra avbjóðing fyri føroyska samfelagið, og at neyðugt er at orða javnstøðupolitik. Eyðgunn Samuelsen vil tí hava at vita frá Johan Dahl, hví arbeiðið hevur tikið so langa tíð, og um nakað evstamark er ásett, nær arbeiðið skal vera liðugt. Í heildarætlanini verður ført fram, at kvinnutrotið er ein so álvarsligur og samansettur trupulleiki, at tað krevur eina serstaka og meira umfatandi viðger enn tað er møguligt at gera í sjálvari heildarætlanini. Í 2011 vóru 2.155 færri kvinnur enn menn í Føroyum í aldrinum 0 59 ár. Millum londini í vesturheiminum er tað einans Grønland, sum hevur lutfallsliga færri kvinnur enn tað eru í Føroyum. Løgtingsfundurin í dag byrjar klokkan 11. Tað hevur stóran týdning at varpa ljós á trupulleikar og avbjóðingar hjá teimum sum bera brek og støðugt gera politisku skipanina varuga við støðuna. Tað var ein av niðurstøðunum á fundinum í norðurlendska ráðnum fyri meginfeløg innan brekøkið, ið var í Helsinki í Finnlandi í gjár, skrivar MBF á heimasíðuni . Ráðið ásannar, at tað er ofta ov langt millum meginfeløgini og politisku skipanina. Tí er neyðugt at styrkja samstarvið millum norðurlendsku feløgini, so tey saman standa sterkari og kunnu vísa á felags trupulleikar og avbjóðingar. Við einum sterkum norðurlendskum palli, og við alsamt at vísa á støðuna, ber til hjá norðurlendsku meginfeløgunum at ávirka politisku skipaninar í norðurlondum, siga feløgini í niðurstøðuni eftir fundin. Svenska forkvinnan í ráðnum, Ingrid Burman, vísti á, at norðurlendska samstarvið hevur serliga stóran týdning, tí londini líkjast meira og hava meira í felag enn við onnur lond í Evropa. Umboðini fyri Meginfelag Teirra Brekaðu í Føroyum vístu á, at nógv er broytt til tað betra í Føroyum síðani skuggafrágreiðingin varð latin ST og Landsstýrið fekk endaligu niðurstøðurnar. Noreg, Finnland, Áland og Ísland hava enn ikki sett sáttmálan í gildi. Í Føroyum er brekøkið miðsavnað hjá landinum, men í hinum norðurlondunum er brekøkið ábyrgdin hjá kommununum. Tryggingarvirksemið í samtakinum hevði eisini ein vøkstur í inntøkum frá tryggingargjøldum, men ein ringur vetur við stórum skaðaendurgjøldum hevði við sær eina afturgongd í tryggingarúrslitinum, skrivar bankin í tíðindaskrivi. Samanløgdu rakstrarinntøkurnar teir fyrstu tríggjar mánaðirnar í árinum vóru 182 milliónir krónur samanborið við 187 milliónir krónur sama tíðarskeið í fjør. Leiðslan í BankNordik væntar framhaldandi eitt úrslit fyri 2015 sum verður millum 200 og 240 milliónir krónur Niðurskrivingarnar á útlánum vóru 20 milliónir krónur netto fyrsta ársfjórðing. Niðurskrivingin var 15 milliónir krónur fyri ein einstakan vinnukunda. Bankin metir ikki, at tílíkar hendingar gerast vanligar. Tí verður væntað, at niðurskrivingarnar verða lægri í 2015 enn árið fyri, tá tær vóru 85 milliónir krónur Bankin lýkur longu krøvini sum verða sett eftir SIFI reglunum, sum er eitt kapitalkrav uppá 14 prosent í 2019. Tá talan er um gjaldføri, so er tað 2,6 ferðir lógarkravið, skrivar bankin. Tað er ein skeiv avgerð, at avreiða verkætlanina av landinum. Tað sigur Føroya Handverksmeistarafelag, sum tekur undir við Ráðgevarafelagnum. Ráðgevarafelagið sendi í farnu viku eina áheitan til politisku flokkarnar, um at lata føroyskar ráðgevarafyritøkur projektera Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin. Føroya Handverksmeistarafelag veitir Ráðgevarafelagnum sín fulla stuðul í royndunum at varðveita og menna fakligu førleikarnar í Føroyum, sigur felagið. Handverksmeistarafelagið heldur, tað hevur stóran týdning fyri byggi og annleggsvinnuna sum heild, at føroyskar fyritøkur standa á odda fyri verkætlanum í Føroyum. Vinnan roynir alsamt at menna samstarv og mannagongdir til tess, at føroysk bygging skal taka seg fram og gagna samfelagnum mest møguligt, sigur felagið. Sølan av nýggjum iPhone gongur í løtuni so mikið væl, at tað sæst týðuliga aftur í avlopinum hjá hinum stóra telefonframleiðaranum, Samsung. Fyrsta ársfjórðingin minkaði avlopið hjá Samsung við 39 prosentum sammet við sama tíðarskeið í 2014. Avlopið hjá Samsung fyrsta ársfjórðing var umleið 25 milliardir krónur. Høvuðsorsøkin til ógvusligu lækkingina í avlopinum hjá Samsung er iPhone 6 hjá Apple, ið kom á marknaðin í fjør heyst, skrivar Associated Press. Suðurkoreanski telefonframleiðarin, Samsung, væntar tó, at fyritøkan klárar at venda vánaligu gongdini í hesum næsta ársfjórðinginum í 2015 við eini nýggjari fartelefon. Samsung ætlar við nýggju Galaxy S6 og Galaxy S6 Edge fartelefonunum at endurvinna sína støðu á millum annað kinesiska marknaðinum, har Apple telefonirnar eru betur umtóktar enn Samsung. Greinarar eru kortini ikki sannførdir um, at nýggju Galaxy S6 fartelefonirnar eru nóg mikið til at vaksa um avlopið hjá Samsung aftur restina av hesum árinum. Meirilutin í Mentanarnevndini mælir frá at samtykkja uppskotið til samtyktar hjá Páll á Reynatúgvu um at skipa bjargingarætlan fyri føroyskum bátasmíði og fyri føroyska bátin. Í viðmerkingum til uppskotið, skrivar Páll á Reynatúgvu, at støðan er nú somikið hættislig, at farast má til verka at bjarga føroyskum bátasmíði og føroyska bátinum. Meirilutin í Mentanarnevndini heldur, at talan er um mentanarligt áhugamál, og at varðveitingin av siðvenjuni fyri føroyskum bátasmíði eigur at verða skipað undir kørmunum hjá søvnunum. Unga kvinnur ymsa staðni í heiminum eisini í Føroyum hava tikið eitt nýtt rák til sín. Tað snýr seg um, at gera varrarnar størri við at brúka eitt snapsaglas ella eina fløsku. Tá glasið ella fløskan verður løgd móti varrunum og og tú sýgur, ja so kemur vakum í. Hetta rákið byrjaði herfyri í Amerika, tá realitystjørnan Kylie Jenner legði eitt video út á netið, har hon vísti, hvussu hon ger sær størri varrar. Jóhanna Norðberg Niclasen hevur roynt rákið og í morgun greiddi hon frá hví hon gjørdi tað. Hon sigur at hetta ikki er heilt vandaleyst. Hoyr hvat hon sigur um hvat hetta gjørdi við hennara varrar. Soleiðis sær Jóhanna út við vanligum varrum Tað var næstan lagnunar speisemi. Amy Ljósheim arbeiddi á hjartadeildini á Ríkissjúkrahúsinum og hevði mangan hjálpt til, tá fólk fingu hjartasteðg. Hon hevði tó ongantíð hugsað tankan, at maðurin, hon skuldi giftast við, skuldi fáa hjartasteðg. Tá eg kom inn í kamarið og sá, hvussu Niels sá út í andlitinum, visti eg alt fyri eitt, at talan var um hjartasteðg. Eg hevði jú sæð slíkar tilburðir fyrr, tá eg var til arbeiðis. Tey bæði vóru tá trúðlovað og høvdu lagt brúdleypið til rættis. Men tað bleiv av ongum. Niels Nicodemussen doyði av hjartasteðginum. Í fleiri ár nívdi tað meg, at eg ikki visti, hví Niels var deyður. Hann var jú ungur og livdi væl annars, sigur Amy Ljósheim, sum í nógv ár royndi at finna orsøkina til hjartasteðgin. Tá bleiv tað greitt, at Niels hevði CTD, og tí hevði hann fingið hjartasteðg. Ikki fyrr enn tá fekk eg onkursvegna frið í sálina, sigur Amy Ljósheim. Lønin hjá limum í S og K felagnum hækkar 1,98 prosent tann 1. mai í ár og 2,25 prosent 1. mai næsta ár, skrivar Vinnuhúsið á heimasíðuni . Lønarhækkingin er tann sama sum í semjunum, ið eru gjørdar millum fakfeløg á privata arbeiðsmarknaðinum og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Partarnir hava eisini skrivað undir avtalu um fráboðanarfreist í sambandi við møguligt verkfall, upplýsir Vinnuhúsið á heimasíðuni. Patrik hevði bara verið í málinum í fá sekund, tá ÍF skoraði við fríssparki, men annars stóð hann sera væl, og bjargaði fleiri skotum. Jón Johannesen formaður í fótbóltsdeildini, sigur, at TB hevur kannað, um tað ber til at leiga annan málverja, men tí loyva reglurnar ikki. Hin møguleikin er átjan ára gamli, Boas Nitscke, men hann hevur ongar royndir í vaksnamannafótbólti, og fær neyvan sín elddóp sunnudagin. Tí bendir í løtuni alt á, at Patrik Johannesen, sum annars er offensivur miðvallari, skal verja málið hjá TB sunnudagin, tá tvøramenn spæla móti EB Streymi við Margáir. Patrik Johannesen, sum er 19 ára gamal, royndi seg fyri nøkrum árum síðani sum málverja í ungdómsdeildini, tá hann spældi fyri U14. Vit skulu bert vegleiða fólki at koma víðari frá har tey eru. og lurta og ikki skapa einstaklingin. Soleiðis siga Nina Brockie Hansen og Deidre Hansen, sum taka eina master í vegleðing á Fróðskaparsetri Føroya. Mánadagin, skipa næmingarnir fyri eini ráðstevnu. Endamálið við ráðstevnuni er at seta vegleiðing í brennidepilin, og vísa á hvussu vegleiðing kann brúkast í samfelagnum. Løgtingsuppskotið um at geva P f Vága Floghavn rætt til at fáa upplýsingar frá Akstovuni til at krevja parkeringsgjald reisir fleiri álvarsligar løgfrøðiligar og stjórnarrættarligar spurningar, heldur Jóanes N. Dalsgaard. Tað heldur Johan Dahl, landsstýrismaður,ið hevur sent uppskot um løgtingslóg í Løgtingið, sum gevur almenna partafelagnum rætt til at fáa elektroniska atgongd til at biðja um stakupplýsingar úr akfarsskránni hjá Akstovuni. Eisini ein samd Vinnunevnd heldur hugskotið at loyva Vága Floghavn at fáa atgongd til navn og bústað hjá bileigarum, ið parkera við flogvøllin, vera gott, og í álitinum mælir hon til at samtykkja uppskotið, sum er til aðru viðgerð í dag. Men ikki øll eru so fegin um uppskotið. Ein teirra er stjórnmálafrøðingurin, Jóanes N. Dalsgaard, sum av sínum eintingum hevur sent vinnunevndini eitt skriv, har hann ávarar ímóti uppskotinum, sum hann metir reisir fleiri álvarsligar løgfrøðiligar og stjórnarrættarligar spurningar. Stjórnmálafrøðingurin setir í fyrsta lagi spurnartekn við, at løgtingið skal geva ikki einum myndugleika, ikki einum almennum stovni men einum partafelag ein ávísan framíhjárætt. Í hesum førum verður P f Vága Floghavn sett øðrvísi fyri generellu lóggávuni enn onnur, sum eisini kundu havt áhuga í at fáa atgongd til upplýsingar úr akfarsskránni til teirra parkeringsøki. Til dømis handlar, sølumiðstøðir og kommunur. Ein annar vansi, við at eitt partapolitiskt Løgting gevur einum felag framíhjárætt staðfest í eini lóg, er, at so kunnu onnur ikki kæra. Hetta er óheppið fyri rættartrygdina. Ein grundgeving, ið landsstýrismaðurin nýtir at samtykkja uppskotið, er, at sum er, hava bæði tunnilsfeløgini havt líknandi skipan og heimildir at fáa upplýsingar til at senda gjald til bilarnar, sum nýta tunnlarnar. Men hesa grundgeving keypir stjórnmálafrøðingurin ikki. Tí eisini hendan heimildin er ivasom. Jóannes N. Dalsgaard vísir á ásetingarnar í persónsupplýsingarlógini um at persónsupplýsingar bert mugu verða savnaðar saman til eitt nágreiniliga tilskilað endamál. Endamálið hjá tunnilsfeløgunum at savna inn upplýsingarnar er sambært tunnilslógunum at eftiransa gjaldsstaðið. Men í veruleikanum, at eftiransa tunnilsfeløgini ikki nakað gjaldsstað. Tey krevja pengar inn. Tí er heimildin, sum tunnilsfeløgini á sinni fingu at savna inn upplýsingar, eisini í stríð við persónupplýsingarlógina og kunnu rættvísgera, at Vága Floghavn nú fær somu ivasomu heimild. Samanumtikið heldur Jóanes N. Dalsgaard, at bæði vinnunevndin og løgtingið eiga at hugsa seg væl um, áðrenn tey taka støðu til hetta uppskotið, tí Løgtingslógaruppskotið reisir stórar og álvarsligar spurningar við víkjandi bæði rættartrygd og viðvíkjandi greidleikanum og systematikkinum í lóggávuverkinum, , sum hann málber seg. Løgtingið samtykti fyri løtu síðan uppskotið við aðru viðgerð. 29 atkvøddu fyri, eingin atkvøddi ímóti, og tvey atkvøddu blankt. Dátueftirlitið, sum eisini hevur havt uppskotið til hoyringar, hevur ikki stórvegis viðmerkingar. Spurningur kann setast við, hvørt tað er í lagi, at eitt einstakt felag soleiðis við heimild til atgongd til eina almenna skrá kann tryggja sær inntøkugrundarlagið. Lóggávuvaldið kundi tískil umhugsað eitt nú at avmarka gildi lógarinnar, sæð í mun til hesa støðu, skrivar Dátueftirlitið í viðmerkingunum. Føroya Pedagogfelag noktar framvegis limum sínum, sum starvast sum starvslærarar og vegleiðarar hjá teimum, sum eru í starvsvenjing, at taka upp arbeiðið. Vit skulu renna skjótari og arbeiða longur. Broytingar í fólkasamansetingini krevja nýskipanir við hækkandi pensiónsaldri, men tá tað kemur til egnu lønir eru tingfólk meira varin. Ein meiriluti í Fíggjarnevndini mælir til at fella uppskotið hjá Poul Michelsen, formanni í Framsókn um at endurskoða lønar og pensjónsviðurskifti hjá tingfólki. Uppskotið leggur millum annað upp til, at samsýning fyri at ferðast í størri mun skal samsvara við tað, sum tað í veruleikanum kostar einum tingfólki at koyra ella sigla til arbeiðis. Harafturat at kostnaðarískoytið, sum tingfólk fáa skattafrítt, eigur at verða skattað, og at tingfólk eiga at gjalda inn til sína egnu eftirløn á sama hátt, sum allir aðrir borgarar í landinum gera, og eftir sama prinsippi, sum Løgtingið í fjør samtykti skal galda fyri landsstýrisfólk eftir næsta løgtingsval. Uppskotsstillarin leggur upp til, at ein nýggj eftirlønarskipan eigur at fáa virknað eftir næsta løgtingsval fyri tingfólk eins og fyri landsstýrisfólk. Meirilutin í Fíggjarnevndini, sum er Bárður Nielsen úr Sambandsflokkinum, Jákup Mikkelsen úr Fólkaflokkinum, Rodmundur Nielsen úr Fólkaflokkinum og Bill Justinussen úr Miðflokkinum, heldur, at tað áliggur formansskapinum at tryggja, at samsýningar til løgtingsmenn eru á einum hóskandi støði. Haraftrat grundgevur meirilutin sítt sjónarmið við, at formaðurin hevur upplýst fyri nevndini, at tað alla tíðina verður mett um hesi viðurskifti, og at tað verður arbeitt við at gera nakrar tillagingar, ið eru neyðugar. Minnilutin, sum er Eyðgunn Samuelsen úr Javnaðarflokkinum, Aksel V. Johannesen úr Javnaðarflokkinum og Kristina Háfoss úr Tjóðveldi, vísir á, at broyting er framd í lønar og eftirlønarviðurskiftum hjá landsstýrisfólkum. Meðan tænastumenn skulu arbeiða 37 ár fyri at røkka fullari tænastumannapensjón, so skulu løgtingsfólk bert arbeiða 16 ár fyri at røkka tí sama. Eftir at eftirlønin hjá landsstýrisfólkum er broytt fáa hesi 15 av lønini í eftirlønargjaldi og nú henda broyting ikki er galdandi fyri løgtingslimir, er eftirlønarskipanin hjá løgtingsfólkum munandi betur enn tann hjá landsstýrisfólkum. Vit hava meira um hetta í Radaranum klokkan 17 05 har formaðurin í Fíggjarnevndini, Bárður Nielsen og Poul Michelsen, sum hevur lagt uppskotið fram, kjakast um evnið. 45 umsóknir eru til stjórastarvið í Atlantic Airways, nú freistin at søkja starvið er farin. Nevndarformaður er nøgdur við talið á umsóknum, men vil ikki nágreina, hvat felagið leggur dent á, tá skikkaðir umsøkjarar skulu veljast burturúr. Tað er av týdningi fyri okkum, at viðkomandi kann halda fram við kósini, sum vit hava sett fyri tveimum árum síðani, og at viðkomandi kann menna felagið, sigur Niels Mortensen. Funnist hevur verið at, at eingi krøv til førleikar standa í starvslýsingini. Til tað sigur nevndarformaðurin, at áhugað kundu seta seg í samband við Atlantsflog, so høvdu tey fingið fleiri síður við nágreiniligari lýsing av krøvunum til starvið. Tekniski stjórin skal standa á odda fyri menningini av føroyskum fótbólti. Føroyskur fótbóltur er nógv mentur seinastu árini, og tað hevur alstóran týdning, at menningin er áhaldandi og skipað eftir rætta leistinum, sigur Christian Andreasen, forseti í FSF við Fótbóltssamband Føroya. Starvið varð lýst leyst at søkja, og Fótbóltssambandið fekk níggju umsóknir bæði úr Føroyum og uttanlands. Verandi tekniski stjórin, Petur Simonsen, fer frá vegna aldur seinni í ár. Dreymastarv Pætur S. Clementsen er ikki ókendur í føroyskum fótbólti. Hann hevur, hóast ungan aldur, drúgvar royndir sum venjari í fleiri føroyskum feløgum og hjá ungdómslandsliðum. Eg haldi, at eg havi førleikarnar og royndirnar til at taka við hesum starvi, sum eg kalli mítt dreymastarv, sigur Pætur Smith Clementsen við Fótbóltssamband Føroya. Harumframt skal hann skipa útbúgvingina av øllum fótbóltsvenjarum í Føroyum, og tekniski stjórin hevur ábyrgdina av ungdómsvenjarunum hjá FSF og at vera miðsavnandi fyri alt ungdómsarbeiðið hjá Fótbóltssambandi Føroya. Hesa vikuna hoyra vit um Kenneth og Katju og øll hini, sum eru í Mórugøtu 8. Hoyrispælið er í fýra pørtum hesuferð.Jákup Veyhe leggur til rættis. Tann spurningin skal løgtingið millum annað viðgera, á tingfundinum í dag, tá onnur viðgerð er av ríkislógartilmæli, sum Johan Dahl, landsstýrismaður, hevur lagt fram. Sum nú er, fær ein útlendingur í flestu førum ikki longt uppihaldsloyvi, um so er, at hjúnafelagin ella tann, sum viðkomandi livir saman við, doyr. Tí grundarlagið fyri loyvinum, sum er, at tey liva saman á felags bústaði, er burtur. Eitt barn, sum hevur fingið uppihaldsloyvi, grundað á reglurnar um familjusameining, fer heldur ikki at fáa longt uppihaldsloyvi, um tann av foreldrunum, sum viðkomandi hevur fingið familjusameining við, ikki longur er fastbúgvandi í Føroyum Fyri stuttum varð útlendingalógin í Danmark broytt, tí ein útlendsk kvinna við einum barni, sum búði í Danmark og var gift við donskum manni, varð víst av landinum saman við barninum, tí maðurin var deyður. Útlendingastovan vísur á, at ríkislógartilmæli hevur tær treytur við sær, at skal útlendingurin fáa framhaldandi uppihaldsloyvi, so skulu mynduleikar skulu taka støðu til, hvørt útlendingurin hevur víst vilja til at integrera seg. Men vit hava onga integrasjónslóg í Føroyum og tí kunnu tulkingarspurningar standast um, hvørt útlendingurin hevur víst vilja til at integrera seg. Til hetta sigur Johan Dahl, sum hevur lagt uppskotið fram, at tað eigur at vera viðkomandi kommuna har útlendingurin býr, sum verður hoyrd í slíkum málum umvegis Útlendingastovuna. Fyri at tryggja, at ætlanin verður framd í samsvari við ynskini hjá Tórshavnar kommunu, setur kommuna ávísar treytir í samband við søluna. Keyparin skal í fyrsta lagi byggja samanbygdu húsini eftir sniðið, ið passar til longu framdu byggingina undir Konavarða við serligum atliti til byggingina undir vegnum, sum eisini eru randarhús. Johan Dahl sigur, at greining av orsøkunum til kvinnutrotið í Føroyum eigur at vera liður í arbeiðinum at orða javnstøðupolitikk, so átøkini í virkisætlanini verða so miðvís og ítøkilig sum til ber. Kvinnutrot Seinastu árini, ikki minst takkað veri heildarætlanini um fólkaflyting og fólkavøkstur, hevur avbjóðingin við kvinnutrotinum í Føroyum fingið størri ans. Fleiri kanningar eru longu gjørdar, og eg haldi, at vit í dag longu hava eina greiðari mynd av, hvørjar orsøkirnar til kvinnutrotið kunnu vera, sigur Johan Dahl í svarinum. Greina orsøkirnar til kvinnutrotið Arbeiðsmarknaðarviðurskifti á føroyska arbeiðsmarknaðinum eru ivaleyst millum høvuðsorsøkirnar til tær avbjóðingar, sum vit framvegis hava, hvat javnstøðu og kvinnutroti viðvíkur. Tí skipaði Vinnumálaráðið, saman við Norðurlandaráðnum, fyri ráðstevnu um javnstøðu á arbeiðsmarknaðinum í Norðurlandahúsinum í mai í fjør. Ráðstevnan gav greiðari mynd av avbjóðingunum, umframt at tað varð viðgjørt, hvussu vit taka við hesum avbjóðingum. Granskarar á Fróðskaparsetrinum hava somuleiðis havt sjóneykuna á spurningin og eg havi í hyggju at kanna møguleikarnar, hvørt ein meiri neyv og skipað greining av kvinnutrotinum kann verða gjørd av fakfólki á setrinum ella øðrum uttanveltaðum fakfólki. Slík greining kann síðani verða partur av arbeiðinum hjá Vinnumálaráðnum at orða javnstøðupolitikk, sum millum annað skal innihalda átøk, sum kunnu venda gongdini við alsamt størri kvinnutroti í Føroyum, sigur landsstýrismaðurin millum annað í svarinum til Eyðgunn Samuelsen. Tað verður tó ikki bert politikkur á skránni leygardagin, tí tiltaki er sambært Klaksvíkar kommunu altjóða mentanardagur við røðum, fyrilestrum og mati á skránni. David Im, sum hevur gjørt kanningina, fer at leggja fram úrslitini, og Jógvan Skorheim, borgarstjóri, fer at handa Johan Dahl landsstýrismanninum integrasjónspolitikikin. Eisini verður fyrilestur við Eriku Anne Hayfield, assosieraður professari á Fróðskaparsetrinum, og Eriki Nielsen, sum flutti til Klaksvíkar fyri nøkrum árum síðani. Haraftrat verður høvi at royna mat úr Filipsoyggjunum, Póllandi, Serbia, Meksiko, Pakistan og Argentina, sum eru nøkur av londunum umboðaði í kommununi. Og tá liðugt er at eta, verður høvi at tosa við umboð fyri tey ymisku londini í kommununi um land, søgu og mentan teirra, og um lív teirra í Føroyum. Fronsku myndugleikarnir kanna nú eitt mál, har franskir hermenn skulu hava gjørt seg inn á smábørn í Miðafrikanska Lýðveldinum, tá teir vóru partur av eini deild hjá ST. Málið gjørdist alment í gjár, tá bretska blaðið, The Guardian., skrivaði, at ein svenskur starvsmaður í ST var sendur til hús, tí hann hevði sent loynilig skjøl til fronsku myndugleikarnar. Sviin, Anders Kompass, sum starvast á deildini fyri mannarættindi hjá ST, hevur latið fronsku myndugleikunum skjølini, hóast tey vóru loynilig. Svenska stjórnin sigur, at Anders Kompass er nógv virdur í sínum starvi í ST, og tí er eingin orsøk til at seta spurnartekin við tað sum hann hevur gjørt. Støðan í heilsuverkinum er lýst í einari sjey síður drúgvari frágreiðing, sum mánadagin varð løgd fyri almenningin og síðani send politisku skipanini. Niðurstøðan er í stuttum, at stórur tørvur er á serlæknum og tí mælir Læknafelagið til at seta 50 milliónir krónur av til heilsuverkið beinanvegin. Umframt at vera eitt sjúkrahús, so er Landssjúkrahúsið eisini útbúgvingarstað fyri yngri læknar, og okkurt um 10 læknar eru altíð í turnus har. Eisini tí hevur tað týdning at hava nøktandi tal av serlæknum. Í sendingini umrøða tríggir læknar støðuna. Luttakarar Jan Rasmussen, lækni á medisinsku deild á Landssjúkrahúsinum. Andreas Thomsen, lækni og formaður í Hjálparlæknaráð Føroya. Eivind Warberg, serlækni í kirurgi við Ullev l og Ríkissjúkrahúsið í Oslo. Løgtingið skal biðja formansskapin taka stig til at fáa endurskoðað og broytt samsýningar og eftirlønir hjá tingmonnum, soleiðis at hesar eru tíðarhóskandi. Nei, sigur meirilutin í Fíggjarnevndini, hetta skal formansskapurin sjálvur taka sær av. Uppskotið til samtyktar sigur einki um, hvussu nógv løgtingslimir skulu hava í løn. Lønin skal vera tíðarhóskandi . Kostnaðar endurgjaldið eigur í størri mun enn í dag at samsvara við veruliga kostnaðin av at ferðast til Havnar at røkja tingarbeiðið. Skattafría kostnaðarískoytið eigur at skattast. Og so eiga løgtingslimir at gjalda inn til sína eftirløn á sama hátt sum aðrir borgarar í landinum. Sama prinsipp sum eisini verður galdandi fyri landsstýrisfólk eftir næsta løgtingsval. Kjak millum Poul Michelsen, uppskotsstillara, og Bárður Nielsen, formann í fíggjarnevndini hjá løgtinginum. Livialdurin í Føroyum hækkar støðugt, og nú liva kvinnur fimm ár longur enn fyri 30 árum síðani, og menn liva sjey ár longur enn fri 30 árum síðani, vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni. Í 1985 86 var miðallivialdurin hjá kvinnum 79 ár, og hjá monnum 72 ár. Uppgerðin fyri 2013 2014 vísir, at miðallivialdurin hjá kvinnum er 84 ár og hjá monnum er miðallivialdurin 80 ár. Á heimasíðuni skrivar hagstovan, at lívsævi oftast verður roknað frá lívsbyrjan, t.v.s. tey ár, ein nýføddur drongur ella nýfødd genta í miðal kunnu vænta at liva. Men lívsævi kann eisini roknast sum eftirverandi livialdur, t.v.s. tey ár, ein maður ella kvinna í til dømis 50 ella 65 ára aldri í miðal kunnu vænta at hava eftir at liva. Ert tú komin upp í slíkan aldur, ert tú komin um nógvar vandar, sum kunnu vera í barna og ungdómsárum. Og tí leggjast nøkur ár aftrat tí lívsævinum, sum annars er fyri ein nýføddan. Hvussu leingi liva vit so Eftir tí vísir uppgerðin, at ein 65 ára gamal maður í miðal kann vænta at hava 18,5 liviár eftir. T.v.s. eitt væntað lívsævi á 83,5 ár. Tað er munandi longri enn væntaða lívsævið fyri ein nýføddan drong, ið er roknað til 79,4 ár. Somuleiðis kann ein 65 ára gomul kvinna í miðal vænta at hava 22,1 ár. T.v.s. eitt væntað lívsævi á 87,1 ár. Tað er eisini munandi longri enn væntaða lívsævið fyri eina nýføddan gentu, ið er roknað til 84,1 ár. JyllandsPosten skrivar, at ES hevur sett sær fyri at hava neyvari eftirlit við størstu bankunum og fíggjarfyritøkunum í samveldinum. Eftirlitið fer at hava skrivstovu í bygninginum hjá Europeiska miðbankanum í Frankfurt, sum hevur virkað síðani í november í fjør. Næstu átta árini skal grunnur skipast, sum bankarnir sjálvir skulu rinda til, og pengarnir skulu nýtast til at rinda fyri ein banka sum fer av knóranum. Endamálið er at tryggja trupulleikar hjá europeiskum bankum í framtíðini, ikki fara at merkja vanliga viðskiftafólkið, statskassarnar, ella evruna. Eygað verður serliga hildið við stóru bankunum, sum kunnu fáa avgerandi týdning fyri londini, sum teir virka í. Teir skulu vera betri fyri at standa seg í kreppum sum koma í framtíðini. Hini ES londini, sum ikki eru við í verusamstarvinum, kunnu vera við í hesum serliga samstarvinum, men tey kunnu eisini taka seg burturúr aftur samstarvinum eftir serligum treytum, stendur í avtaluni sum ES londini hava gjørt. Kanningin vísir, at David Cameron og hansara flokkur fara at fáa 35 prosent av atkvøðunum og Labour 30 prosent. Veljarakanningar sum frammanundan eru gjørdar, vístu, at tað fór at standa á jøvnum. Veljarakanningin er gjørd, eftir at stóra bretska blaðið, The Sun, sigur seg stuðla sitandi stjórn í valstríðnum. Sitandi stjórn hevur vent gondini í Bretlandi, sum Labour oyðilegði, skrivar The Sun. Átakið, meðan vit bíða, sum er eitt samstarv millum miðlahúsið og felagskapin, í menniskjum góður tokkki, sum hevur til endamál at savna pening inn til føroysk børn í fátækraváða, endar við einum brakið leygarkvøldið har endaliga úrslitið av innsavningini fyri hesar 3 vikurnar verður avdúkað. Barbara Holm, stigtakari, fegnast um hvussu fólk hava tikið í móti átakinum. Hon heldur at tað tykist, sum at politiski pallurin av álvara arbeiðir við trupulleikanum somuleiðis sum føroyingar gera sítt til at basa trupulleikanum. Barbara Holm greiddi í morgun frá hvussu tað gongur við meðan vit bíða og frá tiltakinum, sum verður karmur um endabrestin í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið klokkan19.00 Hoyr samrøðuna omanfyri Súni Selfoss, sum er ein teirra, sum skipar fyri Sørvágs Country og Bluesfestivali, var í útvarpsstovuni í morgun, har hann avdúkaði fleiri føroysk og útlendsk nøvn til festivalin, sum verður 5. og 6. juni. 12. mai eru øll nøvnini at síggja á nýggju heilasíðuni hjá countryfestivalinum. Seinastu vikurnar hevur veðrið á ongan hátt boðað frá, at várið er í hondum. Tað hevur verið heldur kalt, vátaslettingur og stundum kavi. Men sambært Hanusi Kjølbro, sum er kønur í veðri, so skulu vit als ikki gerast kløkk, um tað verða dagar í mai mánaði, har tað verður kalt og kanska kavi. Hann hevur hugt eftir hagtølum, ið vísa, hvussu veðrið plagar at hátta sær í mai. Veðrið, sum vit hava nú við kulda og vátaslettingi, er als óvanligt fyri mai mánað. Hyggja vit eftir hagtølunum, so er hetta rættiliga typiskt veður fyri mai mánað, sigur Hanus Kjølbro. Í morgunsendingini hugleiddi Hanus Kjølbro um føroyska veðurlagið í mai mánað, og nær vit kunnu vænta okkum at fáa sól og summar í Føroyum. Umframt at hann gevur út bøkurnar Bót og Biti, ið snúgva seg um mat og matmentanina frá fornari tíð og til í dag, fyllir hann eisini 70 ár. Eg kenni meg als ikki gamlan, men í gjár mátti eg so til læknan fyri at vísa, at eg dugi klokkuna, klári at standa á einum beini og minnist nøkur ávís orð. Og so fekk eg eitt fyribils koyrikort, sigur Jóan Pauli Joensen. Ein fyrimunur við at blíva 70 er, at tú hevur fleiri royndir og sært øðrvísi upp á tingini, sigur Jóan Pauli Joensen og leggur afturat Eg hevði einki havt ímóti at verið 20 aftur, men so havt tær lívsroyndirnar og ta vitanina, sum eg havi í dag, sigur Jóan Pauli Joensen. Hoyr Jóan Paula Joensen greiða frá, hvat føroyingar borreiddu við til føðingardagar fyri 100 árum síðani, og hvat hann sjálvur ætlar sær at eta á føðingardegnum í dag. Talan er um hálvtíðasstørv og tey verða býtt við hálvtíðarstarvi í miðnámsskúlunum í Tórshavn og í Hovi og hálvtíðarstarvi í miðnámsskúlunum í Klaksvík, á Kambsdali og í Vestmanna. Endamálið við sálarfrøðiskipan í miðnámsskúlahøpi er at gera næmingarnar betur førar fyri at gjøgnumføra miðnám og minka um fráfallið. Samstundis er endamálið at førleikamenna lestrarvegleiðingina og aðra vegleiðing í skúlunum, so hon er betur før fyri at taka hond um næmingar, sum hava tørv á sálarfrøðiligari hjálp. Sálarfrøðingarnir skulu millum annað eisini veita ráðgeving og vegleiðing til lestrarvegleiðarar, starvsfólk og foreldur, og veita innanhýsis supervisión. Tann sum søkir skal hava prógv sum cand. psych ella cand. pæd. psych ella útbúgving, sum er javnsett við hesar, og skal millum annað duga at nýta kanningarúrslit í ítøkiligum námsfrøðiligum og viðgerðaruppskotum Størvini eru tíðaravmarkað til komjandi skúlaár, men við møguleika fyri fastari setan um tænastan verður skipað sum varandi skipan. Lønar og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya. Granskingarverkætlanin hjá ES, Horizon 2020, fíggjar ikki byggingina av nýggjum føroyskum havrannsóknarskipi. Men tá skipið er bygt, økir tað møguleikarnar fyri at fáa pengar til gransking. Tá løgtingið týsdagin samtykti at halda fram við granskingarsamstarvinum við ES, vísti Jákup Mikkelsen, formaður í Uttanlandsnevndini á, at tað ber til at fáa pengar úr granskingarskránni til nýtt havrannsóknarskip. Eg og Rodmundur Nielsen havt eina samtalu við ein persón, sum er væl kendur og sum arbeiðir innanfyri gransking, sum hevur sagt, at hann hevur kontaktir, sum hava víst á, at tað eru møguleikar at fáa fígging, ið er relaterað til Horizon 2020, sigur Jákup Mikkelsen, formaður í Uttanlandsnevndini. Fyrrapartin legði hann frágreiðing fyri løgtingið um elorku økið. Frágreiðingin skal vera grundarlag undir aðalorðaskifti um elorku í næstu viku. Jóhan Dahl sigur í frágreiðingini, at mest týðandi kjakið snýr seg um, hvørt politiska skipanin er sinnað at gera politisk átøk fyri at fáa skjóta umlegging til grøna orku í Føroyum. Hann vil eisini hava kjak um, hvønn leiklut SEV skal hava á el marknaðinum, og hvønn bygnað SEV skal hava. Og haraftrat vil Jóhan Dahl eisini hava politikarar at taka støðu til, hvussu tú tryggjar innovatión og veruliga kapping á føroyska el marknaðinum. Eitt lágtrýst, 1005 hPa, yvir Norðurhavi, fer spakuliga í landnyrðing. Eitt lítið lágtrýst, 1017 hPa, á Suðurlandinum, fer í landnyrðing og dýpist nakað, tilhoyrandi brúgvalagið fer inn yvir Íslandsryggin í nátt. Í nátt kemur ein hátrýsryggur, 1017 hPa, inn yvir Føroyar. Lot upp í frískan vind av norði, sól av og á, men eisini okkurt kavaslettings ella kavælið, hitin 1 4 stig. Í kvøld og í nátt lot av norði ella landnyrðringi, okkurt kavaslettings ella kavaælið, annars klárt í veðrinum, kalt, um frostmarkið. Í morgin lot av ymsum ættum, turt og sól nógvastaðni, hitin 2 5 stig. Dýra biðidag og altjóða arbeiðaradagin Undir 5 metur s, turt og sól nógvastaðni, hitin 2 5 stig. Leygarnáttina lot av útsynningi, turt og klárt í veðrinum, kalt, millum tvey kuldastig og 4 hitastig. Leygardagin 2 7 metur s av útsynningi ella suðri, seinnapartin av suðri ella landsynningi, turt og sól nógvastaðni, hitin um 5 stig. Leygarkvøldið vaksandi upp í 8 13 metur s av eystri, skýggjað, men turt, hitin millum frostmarkið og 5 stig. Mánadagin 8 13 metur s av eystri, skýggjað og seinnapartin fer at regna, hitin um 7 stig. Týsnáttina minkandi niður í 2 7 metur s av landsynningi, tað slítur í, men framvegis skýggjað, hitin 5 7 stig. Havleiðirnar Ytrubankar Undir 8 metur s av norði, í nátt undir 6 metur s av ymsum ættum, í morgin 3 8 metur s av suðri ella landsynningi á vestaru leiðini, seinnapartin ælingur, annars gott sýni. Munkagrunnurin 5 13 metur s av norði, mest vindur á eystaru leiðini, í nátt 3 8 metur s av norði ella landnyðringi, á vestaru leiðini undir 6 metur s av ymsum ættum, okkurt æli, annars gott sýni. Fugloyarbankin 5 10 metur s av norði, í støðum upp í 13 metur s, í morgin 3 8 metur s av norði ella útnyrðingi, okkurt regn , kavaslettings ella kavaælið, annars gott sýni. Íslandsryggurin 5 10 metur s av norði, í støðum upp í 13 metur s, út á seinnapartin 3 8 metur s, í nátt undir 8 metur s av ymsum ættum, á vestaru leiðini 5 13 metur s av suðri, okkurt regn , kavaslettings ella kavaælið, annars gott sýni. Í kvøld, hóskvøldið klokkan 20, fer Gulli Briem á pall í Norðurlandahúsinum við bólkinum Earth Affair, umframt Magnusi Johannesen á urgu og keyboard, og einari føroyskari strúkikvartett. Á Transatlantisku konsertina verða eisini Hulda, Sakaris og Orka. Í samrøðuni sigur Gulli okkum søguna um Mezzoforte, íblásturin til Garden party, samstarvið við Nigel Wright frá Shakatak, umframt nýggju verkætlanina Earth Affair. Ein lurtari ein triði fílist á, at elektronisk tól fylla ov nógv, tá fólk eru í selskapi, og viðkomandi ætlar at nokta fyri at upplýsa internetkotuna. Tað hjálpir neyvan, halda gestirnir í Also, og eitt hugskot er, at vertirnir áseta telefonsteðgir eins og roykisteðgir ofta verða settir á skrá í størri veitslum. Ein annar lurtari vil hava at vita, um tú hevur rætt at biðja um eina grundgeving, tá fólk siga nei til at loysa onkra uppgávu eisini tá arbeiðið er sjálvboðið. Ein triði lurtari vil hava panelið at viðgera stóra spurningin um, nær tað er rætt at fara frá makanum, meðan tann fjórði lurtarin ivast í, um hann skal blanda seg uppí, tá foreldur skelda børnini. Ikki bert føroyingar, sum hava áhuga fyri binding, men eisini fleri útlendingar, eru komnir til bygdina fyri at læra nýggjar bindingarhættir, fara til fyrilestrar og fáa íblástur. Vit fylgja einum at luttakarunum á festivalinum, og somuleiðis siggja vit, hvussu tad er at vera fyriskipari av einum slíkum festivali. Samstundis hevur TF Samtakið selt øll síni minnilutapartabrøv í P F Gist og Vit til P F Poul Hansen og leiðsluna í P F Gist og Vist. Broytingin hevur við sær, at nú eigur P F Gist og Vist hotelbygningarnar, og at leiðslan nú eigur meirilutan, umframt at P F Poul Hansen er nýggjur partaeigari. Útlendsku bussarnir komu koyrandi oman eftir Tórsgøtu, og kláraðu ikki svingið við Hotel Tórshavn niðan móti Vaglinum, tí vegurin er smalkaður nakað. Christian Dahl, vaktleiðari á politistøðini í Havn, sigur, at annar bussurin slapp, við hjálp frá løgregluni, um svingið í Vágsbotni og kom niðan á Vaglið. Men hin bussurin mátti venda á Skálatrøð og koyra niðaneftir Tórsgøtu, sama veg sum hann varð komin. Í nátt fekk løgreglan fráboðan um, at motururin í einum báti við Kongabrúnna var í gongd, men einki sást til nakran umborð. Málið varð kannað, og tað vísti seg, at sonur tann, sum átti bátin, var umborð saman við eini gentu. Meira varð tí ikki gjørt við málið, sigur Christian Dahl. vaktleiðari á politistøðini. Inn eru latin umleið 7.000 uppgávusett frá yvir 1400 næmingum. Allar uppgávurnar eru rættaðar, og samlað met er givið til hvønn einstakan næming, sum eisini foreldrini kunnu síggja talgilt saman við næminginum Endamálið er at forða fyri vina og kenningapolitikki og at skapa størri gjøgnumskygni í fyrisitingini, skrivar grønlendska kringvarpið, KNR. Skipanin er soleiðis, at starvsfólk við eini serligari KT skipan kunnu venda sær ónevnd til Búskapar og Starvsfólkastýrið og boða frá, um tey hava illgruna óreglusemi í fyrisitingini. Løgtingið skal viðgera støðuna við fíggjarliga haldførinum í føroyska búskapinum við støði í frágreiðingini frá Búskaparráðnum á vári 2015. Frágreiðingin vísti, at haldførið í búskapinum er vánaligt haldførisvísitalið er minus fimm. Um búskapurin hevði verið haldførur í longdini, hevði haldførisvísitalið víst null. Í Havn fara Eyðgunn Samuelsen, Annfinn Brekkstein, John av Reyni og Jóhan Carl Dam, næstformaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, at halda røðu, og Kári P. fer at syngja nakrar sangir, og Havnar Hornorkestur spælir. Fakta um arbeiðaradagin Arbeiðaradagurin er ímyndin av stríðnum fyri góðum livikorum til allar borgarar og fyri stríðnum um eitt betri og rættvísari samfelag. Arbeiðaradagurin hevur verið hildin síðani seinast í 19. øld. Í dag eru góð 80 lond, sum hava arbeiðaradagin sum almennan frídag, umframt nógv onnur lond, sum halda dagin, uttan at tað er almennur frídagur. Í gjárkvøldið vóru tvær ferðir boð eftir løgregluni, tí tveir bussar høvdu koyrt seg fastan í Vágsbotni og sluppu ikki avstað aftur. Tá løgtingið í vikuni samtykti at halda fram í tí samstarvinum og samtykti upskotið um Horizon 2020, var spurnartekin sett við, at higartil hava Føroyar goldið meir til samstarvið, enn vit hava fingið burturúr. Uttalandsnevndin viðgjørdi uppskotið, Hoyr hvat formaðurin í Uttanlandsnevndini, Jákup Mikkelsen, segði í løgtinginum. Og hoyr, hvat Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, og Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, sigur. Kavbáturin sakk í Barentshavinum í august í 2003, tá hann varð sleipaður til upphøggingar. Hann sakk á einum av bestu fiskileiðunum, tætt við norska markið í Barentshavinum. Umborð á kavbátinum vóru 800 kg av kjarnorkuevnum. Níggju fólk fórust við kavbátinum. Hann verður nú mettur sum størsta hóttanin ímóti fiskiskapi í Barentshavinum. Skrokkurin var vánaligur, og mett verður, at tað ganga ikki meir enn 10 ár, til kjarnorkuevnini fara at leka úr kavbátinum, og tað fer at hava ógvusliga dálkin við sær, sigur leiðarin í umhvørvisfelagskapinum, Bellona, Nils Bøhmer við blaðið. Hann mælir til, at Rusland og Noreg í felag fara at royna at taka kavbátin uppaftur, so sleppast kann undan eini ógvusligari umhvørvisdálking. Eftirráðstevnu um Barentshavið í Murmansk í fjør, hevur Rusland sett ynski fram um at taka tann kavbátin og ein annan kavbát upp úr Barentshavinum. Kavbáturin sakk í Barentshavinum í august í 2003, tá hann varð sleipaður til upphøggingar. Hann sakk á einum av bestu fiskileiðunum, tætt við norska markið í Barentshavinum. Umborð á kavbátinum vóru 800 kg av kjarnorkuevnum. Níggju fólk fórust við kavbátinum. Hann verður nú mettur sum størsta hóttanin ímóti fiskiskapi í Barentshavinum. Skrokkurin var vánaligur, og mett verður, at tað ganga ikki meir enn 10 ár, til kjarnorkuevnini fara at leka úr kavbátinum, og tað fer at hava ógvusliga dálkin við sær, sigur leiðarin í umhvørvisfelagskapinum, Bellona, Nils Bøhmer við blaðið. Hann mælir til, at Rusland og Noreg í felag fara at royna at taka kavbátin uppaftur, so sleppast kann undan eini ógvusligari umhvørvisdálking. Eftir eina ráðstevnu um Barentshavið í Murmansk í fjør, hevur Rusland sett ynski fram um at taka tann kavbátin og ein annan kavbát upp úr Barentshavinum. Soleiðis sigur Tummas Napoleon Arge, sum er sprintari. Vit snakka við hann og Hall Simonsenum frælsan ítrótt. Vit práta eisini við Mariannu Geirsdóttir Eystberg og Róa Berg Hansen, sum bæði vórðu kosin ársins stjørnuskot í hondbólti. Eisini snakka vit við Hall Danielsen, samskipara hjá Hondbóltssambandinum,. Ein fortreyt fyri at gerast gott ítróttarfólk er at styrkivenja. Vit snakka við Hans Mikkelsen um styrkivenjing. Óvissa valdar framvegis eftir aðalfundin í Ognarfelag Tryggingartakaranna fyri góðari viku síðani. Nevndin í Ognarfelagnum er neyvt hin sama sum nevndin í TF Holding. Á aðalfundinum fríggjakvøldið í síðstu viku kom sitandi nevndarformaður, Gunnar í Liða, akkurrát kom upp um gáttina, tá nevndarval var á skrá. Síðani hevur verið tøgn um nevndina. Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa orðið á Gunnar í Liða. Og næstformaðurin í nevndini, Jákup Egholm Hansen, hevur ongar viðmerkingar. Ikki annað, enn at tey hava tosað um ein dato at halda nevndarfund . Sermerkt fyri nevndarvalið næstsíðsta fríggjakvøld var, at aðalfundurin valdi at ganga ímóti serliga tilráðingarbólkinum, sum annars hevur sum høvuðsuppgávu at koma við væl skikkaðum uppskotum til nevndarlimir. Tilráðingarbólkurin mælti aðalfundinum til at velja millum Gunnar í Liða, Árna Jacobsen, Leif Abrahamsen og Elisabeth Eldevig. Men á aðalfundinum vóru fýra onnur valevni í uppskoti til teir tríggjar nevndarsessirnar. Teir 35 umboðsráðlimirnir valdu at ganga ímóti tilráðingarbólkinum. Ingeborg Godtfred fekk 20 atkvøður og var fyrstvald, meðan Arni D. Brattaberg og Gunnar í Liða fingu 16 atkvøður í part. Ingeborg Godtfred, sum hevur sitið í nevndini í TF Holding í níggju ár, undrast yvir tøgnina eftir aðalfundin. Hoyr samrøðu við hana. TF samtakið er fíggjarliga tað sterkasta í landinum við eini eginogn, sum táttar í tríggjar milliardir krónur. Felagið situr á umleið 80 prosentum av føroyska tryggingarmarknaðinum, og felagið hevur stóra ávirkan á íløgumarknaðin herheima. TF eigur eisini 70 prosent av Eik banka. Áðrenn sjálvan nevaleikin í nátt varð leikurin kallaður aldarinnar nevaleikur, og varð lýstur sum størsti nevaleikurin síðani Mike Tyson og Evander Holyfield brustu saman mitt í nítiárunum. Dómararnir máttu avgera dystin eftir øll umførini og teir vóru tó ikki í iva. Allir mettu, at Mayweather stóð seg betri, og vann hann nevaleikin 118 110, 116 112 og 116 112. Sostatt hevur Mayweather nú vunnið WBO, WBC og WBA í nevaleiki, og er ósigraður í síni professionellari lívsleið, ið strekkir yvir 19 ár og 48 mótstøðumenn. Tað økir um skuldina hjá landinum, um Bústaðir fær loyvi at taka lán, sigur Jørgen Niclasen í svarinum, og sigur eisini, at ein av fremstu raðfestingunum og avbjóðingunum hjá samgonguni er at fáa avlop á fíggjarlógina, og harvið minka um skuld landsins. Tí fer landsstýrismaðurin ikki at loyva Bústaðum at økja um skuldina hjá landinum við lántøku. Í morgun fann løgreglan 50 lík í einum stað, har stórt omanlop hevði verið. Millum hesi 50 fólkini, vóru fleiri útlendsk ferðafólk. Sambært mynduleikunum í Nepal er talið av deyðum nú 7040. Tað skriva Ritzau og Reuters. Skjálvtadepilin var 77 kilometrar úr høvuðsstaðnu Kathmandu, og hevur elvt til oyðileggingar í einum stórum øki. Í grannalondnum India og Kina eru fleiri enn 100 fólk deyð. Skjálvtin, ið varð máldur til 7,8 og er tann harðasti í landinum síðan 1934. Tað er leiðarin í mannarættindarfelagsskapinim hjá ST, Valerie Amos , sum ger vart við støðuna, og hevur kunnað landsins forsætisráðharra Sushil Koirala. Amos minti Sushil Koirala á, at Nepal hevur undirskrivað avtalu við St, um, at smærri og skjótari flogfør eiga at flúgva neyðhjálp til landið, so hjálpin skjótari kann koma fram. Sushil Koirala hevur játtað hetta, og nú er altjóða flogvøllurin í Kathmandu stongdur fyri størri flogførum, skrivar tíðindastovan Associated Press. Ábyrgd og avgerðarrættur í egnum viðurskiftum eisini í sinnisheilsu og sjúku, er heitið á verkstovu, sum áhugabólkurin FPS Føroyskir Psykiatriskir Sjúkrarøktarfrøðingar, skipar fyri. Ein av fyrilestrarhaldarunum á verkstovuni er Heðinn Unsteinsson úr Íslandi, sum hevur skrivað bókina Vertu úlfur Wargus esto. Heðinn Unsteinsson hevur seinastu 20 árini skrivað nógvar greinar og hildið fleiri enn 700 fyrilestrar kring heimin, ið á ein ella annan hátt snúgva seg um sálarheilsu og sjúku. Heðinn Unnsteinsson starvast sum politiskur greinari í forsætismálaráðnum í Íslandi. Áðrenn tað, hevur hann starvast sum embætismaður fyri sálarheilsuprogrammið hjá WHO á Evropeisku skrivstovuni í Keypmannahavn. Umframt Heðinn Unsteinsson, er eisini Elin Ebba Ásmundsdóttir úr Íslandi við á verkstovuni. Hon hevur stovnað og er leiðari á endurmenningardeplinum Hlutamiðstøðin í Reykjavík. Tað er Miðlahúsið, sum saman við felagsskapinum Í Menniskjum Góður tokki, seinastu tríggjar vikurnar hevur skipað fyri innsavning til frama fyri børnum, ið liva í fátækaváða. Á samkomu í Norðurlandahúsinum í gjárkvøldið bleiv kunngjørt, at tilsamans 400.000 krónur eru komnar í sambandi við átakið. Barbara Holm, ein av fyriskiparunum, handaði Annlis Bjarkhamar frá Í Menniskjum Góður Tokki tveir kekkar áljóðandi 70.000 krónur og 319.000 krónur. Landsstýrismaðurin í Fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, fer ikki at geva Bústøðnum møguleika fyri at taka lán til at fíggja sítt virksemið. Og hann fer heldur ikki at taka stig til bíligari bústaðarmøguleikar, tí hesum hava Bústaðir longu lagt seg eftir, heldur landsstýrismaðurin í Fíggjarmálum. Hóast nógva gransking innan parkinsonsjúku, kann ikki enn staðfestast hví tað í Føroyum eru umleið tvífalt so nógvir sjúklingar við parkinson, sum í londum vit vanliga sammeta okkum við, sigur forkvinnan í Parkinsonfelagnum í Føroyum, Durid Johannesen. Parkinsonfelagið hevur í hesum døgum 25 ár á baki, og heldur 25 ára stovningarveitslu fríggjadagin 8. mai á hotel Føroyum. Sambært nýggja integratiónspolitikkinum, so skal Klaksvíkar Kommuna til eina og hvørja tíð hava eitt serligt umboðsfólk í mun til allar tilflytarar, sum skal vera til taks, og umboða kommununa samstundis. Tað skal vera gjørligt hjá tilflytarum at seta seg í samband við umboðsfólkið um spurningar, tænastur ella tá tørvur er á hjálp frá kommununi, stendur í tilfarinum, sum varð almannakunngjørt í gjár. Eisini skal umboðsfólki vegleiða tilflytarar, stendur í integratiónspolitikkinum. Hallur vann í sínum bólki, 45 50 ár, við tíðini 10.39.20. Harumframt endaði hann á einum samlaðum 6. plássi og nummar eitt í samlaðu kappingini gjørdist fleirfaldaði vinnarin á hesum teininum Jesper Noer. Teinurin, ið skuldi rennast, var beint omanfyri 80 kilometrar, og teir fyrstu tímarnir vórðu runnir í bølamyrkri. Leiðin varð løgd soleiðis til rættis, at tað var nógv óslætt lendi og nógvar brekkur, so tað gjørdist til 3.000 hæddarmetrar tilsamans. Fremsta liðið í Effo deildini, NSÍ, varðveitti enn einaferð sítt pláss á fremstu rók í deildini, við einum sannførandi 3 0 sigri ímóti KÍ í dag. Í gjár var steypakapping í talvi fyri lið í lonini í Gjáargarði. Vinnandi liðið gjørdist aftur í ár Sandavágs Talvfelag við 44,5 stigum. Sum sagt, endurvann Sandavágs Talvfelag steypakappingina triðja árið á rað við 44,5 stigum. Á øðrum plássi var Klaksvíkar Talvfelag við 44 stigum, o g á einum triðja plássi endaði Tórshavnar Talvfelag við 42,5 stigum. Hallur vann í sínum bólki, 45 50 ár, við tíðini 10.39.20. Harumframt endaði hann á einum samlaðum 6. plássi og nummar 1 í samlaðu kappingini gjørdist fleirfaldaði vinnarin á hesum teininum Jesper Noer. Teinurin, ið skuldi rennast, var beint omanfyri 80 kilometrar, og teir fyrstu tímarnir vórðu runnir í bølamyrkri. Leiðin varð løgd soleiðis til rættis, at tað var nógv óslætt lendi og nógvar brekkur, so tað gjørdist til 3.000 hæddarmetrar tilsamans. Sum sagt, endurvann Sandavágs Talvfelag steypakappingina triðja árið á rað við 44,5 stigum Á øðrum plássi var Klaksvíkar Talvfelag við 44 stigum, og á einum triðja plássi endaði Tórshavnar Talvfelag við 42,5 stigum. Í 100 ár ella so hava royndir verið gjørdar fyrst í Havn og síðani í Skopun at fáa framleiðslu úr føroyskum gróti at bera seg, uttan at tað hevur hepnast serliga væl. Hetta heldur tó ikki teimum báðum ungu havnarbrøðrunum, Heina og Høgna Tausen, aftur í at gera enn eina roynd at fáa hetta at bera til. Teir keyptu fyri hálvumøðrum ári síðani grótvirkið í Skopun, eftir at tað var farið á húsagang árið fyri, og hava tikið framleiðsluna upp aftur undir nýggja navninum Føroya Grótvirki. Hóast hjólini á virkinum enn ikki eru komin upp í fulla umferð, lata teir sum heild væl at gongdini higartil, og stendur tað til teirra, er grótvirkið nú komið fyri at verða. Hinir sjey peningastovnarnir, ið er omanfyri váðamarkinum, eru Danske Andelskassers Bank, Vestjysk Bank, Skjern Bank, Salling Bank, Den Jyske Sparekasse, Østjydsk Bank og Andelskassen J. A. K. Slagelse. Tað er skeivt at siga, at bara tí at tú hevur eina váðameting omanfyri 500, so stendur tú við øðrum beininum í grøvini. Men tú kanst siga, at váðin er størri hjá hesum peningastovnum enn hjá hinum, sigur Nicholas Rohde, ið rekur Niro Invest við Berlingske. Bankagreinarin mælir kundum hjá bankunum, ið er í váða, ikki at hava fleiri pengar innistandandi, enn tað, sum Indskydergarantifonden rindar aftur, skuldi peningastovnurin farið á heysin. Hann spáddi, at støðan í Eik Banka var álvarslig nakrar mánaðir, áðrenn bankin fór á heysin í 2010. Tá vildi Marner Jacobsen, bankastjóri, ikki kennast við metingina. Aðrir peningastovnar, sum eisini eru farnir av knóranum Spar Lolland, Fjordbank Mors og Max Bank vóru eisini á listanum yvir bankum í váða, áðrenn teir snaraðu lykilin um. Tað sigur Søren Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparakassa, nú ein nýggj frágreiðing staðfestir, at sparikassin er millum teir átta peningastovnarnir í Danska Ríkinum, sum eru í váða. Bankastjórin heldur, at tey 21 lyklatølini, sum Niro Invest byggir sína meting á, geva eina skeiva mynd av fíggjarstøðuni hjá sparikassanum. Djóraverndarfelagið roynir at fáa politisku flokkarnar at hugsa um djórini, nú val stundar til. Felagið hevur áður roynt at ávirka poitikararnar, men tað hevur ikki eydnast, hóast lovandi orð. Nú gera tey so enn eina roynd. Djóraverndarfelagið hevur skrivað eina dagføring á almennu facebooksíðuna hjá felagnum, eina skrivliga áheitin beinleiðis til politisku valevnini. Boðskapurin røkkir út til sera nógv fólk, tí omanfyri 7.000 fólk dáma síðuna. Áheitanin er býtt í trý 1 øll politisku evni at umhugsa djóravernd sum hjartamál og seta sær fyri, at betra um umstøðurnar hjá djórunum í føroyum. 2 at fáa eina strangari revsilóg í samband við djóramisrøkt og djórapíning. 3 at fáa eina dagførda og betri djóraverndarlóg Hon hevði ikki ráð til at betala fótbóltslimagjaldið hjá soninum, kundi ikki keypa alt tað familjan hevði fyri neyðini, og so var hon noydd til at fara í grind, hóast hon ikki visti, hvussu hon skuldi bera seg at. Annars blivu tað tað færri døgurðar. Í 10 ár var gerandisdagurin hjá Maud Wang Hansen merktur av, at hon hevði ógvuliga torført við at fáa endarnar at røkka saman. Maud var tá stakur uppihaldari við trimum børnum. Eg var noydd til at raðfesta, hvørjar rokningar blivu betaldar til tíðina, og tað gjørdi, at eg altíð gekk við ringari samvitsku. Til dømis valdi eg at betala húsaleigu heldur enn limagjaldið til fótbóltsfealgið, har sonurin spældi, og tí slapp hann ikki við á spælaralistan, sigur Maud Wang Hansen. Leygarkvøldið, tá átakið Meðan vit bíða var í Norðurlandahúsinum, tosaði Barbara Holm við Maud Wang Hansen um, hvussu hon hevur upplivað tíðina sum fátøk í Føroyum. Sambært uppskotinum hjá landsstýrinum um eykajáttanarlóg, sum júst er komið í løgtingið, hækkar fasta gjaldið til Heilsutrygd tíggju krónur um mánaðin frá 1.juni. Orsøkin er, at heilivágur og hjálparráð eru vorðin dýrari. Heilivágur gjørdist 14 prosent dýrari í fjør, og hann heldur fram at dýrka í ár, stendur í lógaruppskotinum. Útreiðslurnar til hjálparráð hækka eisini. Hjálparráð eru til dømis pennar, sum fólk við diabetis brúka, og astmamaskur, sum verða brúktar saman við astmaheilivági. Tað vísir nýggjasta frágreiðingin frá bankagreiningarfyritøkuni Niro Invest, ið byggir á 21 lykartøl úr roknskapartølunum hjá peningastovnunum árið fyri. Einans Sparekassen Vensyssel, Skjern Bank og Suðuroyar Sparikassi, ið nú er endaðu skeivum váðamarkið, hava havt størri afturgongd. Felagsnevnarin fyri hesa sendingina er, at tónleikurin er skrivaður fyri solo blásiljóðføri saman við orkestri, klaveri ella øðrum undirspæli. Solo ljóðførini eru trompetin, tað franska hornið og tubain. Um vit siga, at eg skal brúka eina millión tilsamans til henda spælifilmin, so havi eg nú ein tíggindapart av tí upphæddini. Tað ljóðar kanska ikki sum so nógv, men av tí at eg enn ikki eri komin so langt í tilgongdini at gera filmin lidnan, so koma tær 100.000 krónurnar ómetaliga væl við, sigur Maria Winther Olsen, sum var úti í gjárkvøldið saman við vinfólkum fyri at hátíðarhalda heiðurslønina. Eg fari ikki at avdúka so nógv um filmin longu nú, men eg kann siga, at hann snýr seg um tunglyndi, angist og at vera bundin at einum øðrum menniskja, sigur Maria Winther Olsen. Stór niðurskriving av goodwill í fjør er høvuðsorsøkin, sigur Janus Petersen, bankastjóri, sum væntar, at bankin fer flúgvandi upp eftir listanum næsta ár. Fyri at tryggja støðug viðurskifti og styrkja sjúkrahússtjórnina í skiftistíðini hevur landsstýrismaðurin í heilsumálum í dag sett Nainu Túgvustein sum virkandi sjúkrahússtjóra á Landssjúkrahúsinum til nýggjur stjóri tekur við. Tað skrivar Heilsumálaráðið í tíðindaskrivi. Fráfarandi sjúkrahússtjórin, Sigurð Ó. Vang, verður serligur ráðgevi hjá sjúkrahússtjórnini, til hann tekur við øðrum starvið um mánaðarskifti. Samstundis er avtala gjørd við Høgna Djurhuus, yvirlækna, um at virka sum varastjóri við læknafakligari bakgrund komandi tríggjar mánaðirnar, harav fyrsta mánaðin saman við fráfarandi varastjóra Anders Bøgesvang. Broytingarnar koma í kjalarvørrinum av, at Sigurð Ó. Vang og Anders Bøgesvang hava sagt seg úr starvi á Landssjúkrahúsinum frá 1. juni 2015. Søkt hevur verið eftir nýggjum sjúkrahússtjóra, men er ikki møguligt at fáa starvið sett til 1. juni, sigur Heilsumálaráðið í tíðindaskrivi. Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, sigur, at Mentamálaráðið fekk eina umsókn, sum er so mikið fullfíggjað og spennandi, at ráðið er sinnað at játta pengar til nýggja háskúlan. Sambært uppskotinum um eykajáttanarlóg, sum løgtingið fekk hósdagin, er ætlanin at stovna háskúlan í august, og skúlin tekur inn fyrstu næmingarnar hálvan august. 11. juli í fjør fekk Barnaverndartænastan umsókn frá einum borgara, sum bað um at fáa innlit í eitt mál hjá sær sjálvum. Men ikki fyrr enn 9. februar í ár boðar myndugleikin borgaranum frá, at skjølini í málinum eru klár at heinta. Tað er loysnin, sum Námsvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum hevur funnið fram til, nú tey námsfrøðilesandi eru komin í klemmu í ósemju millum Føroya Pedagogfelag og Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum. Einsemi er ein stórur trupulleiki hjá nógvum útlendinum, sum flyta til Føroya. Ein tilvera uttan starv og sosialt netverk kann føra til, at fólk verða alt meira avbyrgd. Tað er ein av niðurstøðunum hjá David Im verkætlanarleiðara í Klaksvíkar Kommunu, sum hevur greina støðuna hjá teimum útlendingunum, sum búgva í Klaksvík. Peter er ein sermerktur leikari, sum kann skjóta bæði við vinstra og høgra armi. Sostatt kann hann spæla á bæði høgra og vinstra bakki. Peter er skjótur á fyrstu fetunum, umframt at hann er fysiskt væl fyri. Rannvá Blástein misti mannin av vanlukku á sjónum og Kristian Oskar Henriksen misti konuna av sjúku. Tey funnu saman og búðu fyrst eitt ár á Viðareiði, heimbygdini hjá henni, og nú eru tey búsett á Sandi saman við teimum fimm børnunum, og har trívast tey væl. Bakarin á Sandi, Anfinn í Soylu, hevur bakað í samfull 51 ár. Bollar, breyð og aðrar bakaravørur hjá Anfinni eru ógviliga væl umtókt í allari oynni. Hóast Anfinn verður 67 ár í august, ætlar hann sær at halda fram at baka. Jóannes Johannesen, bóndi í Miðstovuni, hevur í nógv ár havt eina húskallaskipan. Teir flestu húskallarnir hava verið danskarar og nógvir hava støðast leingi á garðinum. Nú er Michael Jørgensen, og hann hevur verið í 13 ár á garðinum. Vit hitta eisini donsku unnustuna hjá bóndanum, Anne Birk, sum er vegetarur. Nýggja ítróttarhøllin inni í Dal á Sandi hevur havt stóran týdning fyri alla oynna, sigur Elin Højsted. Nú kunnu tey ungu íðka fleiri ítróttagreinar, sum ikki vóru í oynni frammanundan. Og fólk omanfyri 60 hava heilsuvenjing í høllini. Ein av teimum er Jóhanna Sofía Hentze. Hanna Joensen á Sandi hevur serligan áhuga fyri fuglalívinum uttan um Sandsvatn, og vit hitta hana inni á Vatnsoyruni, har hon kikar eftir fugli. Jógvan Nicodemussen, vanliga nevndur Jógvan í Klingruni, er góður eygleiðari og frágerða góður frásøgumaður. Hann greiðir okkum frá ymiskum viðurskiftum á Sandi. Verandi ferðaætlan, har fimm tímar eru ímillum túrar seinnapart og fyrrapart, hevur keðiligar avleiðingar fyri øll, sum ferðast um Skopunarfjørð. Tað sigur Bødvar Hjartvarsson, formaður í Teistanevndini. Annfinnur Heinesen, háskúlastjóri, harmast um, at pengar ikki eru settir av til háskúlan á eyka játtanarlógini, samstundis sum pengar eru settir av til nýtt háskúlatilboð í Suðuroy. Pengar verða settir av til viðlíkahald av Føroya Fólkaháskúla. Tað lovar Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, og skilir ikki atfinningarnar frá Annfinni Heinesen, háskúlastjóra. Orsøkin er, at verandi játtan, sum fevnir bæði um kanningina av málinum um Skálafjarðar tunlinum og um Grein 19 nevndina, ikki røkkur til útreiðslurnar. Kanningin av Skálafjarðartunlinum verður liðug í summar og fer væntandi at kosta 5,5 milliónir krónur. Harav skulu 2,6 milliónir gjaldast í ár. Higartil í ár hevur formansskapurin goldið 910.000krónurtil kanningina av Skálafjarðartunlinum, og nú mangla pengar í at gjalda restina av kanningini. Uppskotið um eyka játtanarlóg fær 1. viðgerð á tingfundi í morgin. Harumframt biður formansskapurin í løgtinginum um eina millión og 650.000 krónur til at kanna málið um Skálafjarðartunnilin og til grein 19 nevndina, sum er sett at kanna viðurskiftini kring Eik grunnin. Formansskapurin væntar, at málið um Skálafjarðartunnilin verður liðugt at kanna í summar. Hon verður mett at kosta hálva sættu millión krónur Gjaldast skulu slakar 2,6 milliónir krónur í ár, og higartil eru goldnar 910.000 krónur til kanningina. Játtanin til grein 19 nevndina í ár at kanna Eik grunnin er hálv onnur millión, og av hesi upphædd eru góðar 340.000 krónur eftir at gjalda. Sambært matvørulógini skuldu tey, sum selja ræst ella turt kjøt, frá 1.juni í ár kunna prógva, at kjøtið stavar frá løggildum hjalli og sláturvirki, tá tað verður selt handlum og matstovum. Men kokkar og onnur í matstovuvinnuni stúra fyri, at útboðið av siðbundnum føroyskum matvørum verður ov avmarkað, tá kravið um løggildar hjallar og sláturvirki kemur í gildi. Og í vetur fara granskarasetrið iNOVA, Vinnumálaráðið, kokkar, bóndur, Útoyggjafelagið og Heilsufrøðiligu Starvsstovan at hava ráðstevnu um ræst og ræsing. Partafelagið Fríðborg í Havn, sum átti rækjutrolaran við sama navni, hevur keypt eitt skip úr Íslandi, sum nú verður riggað til at fiska krabba. Fríðborg hevur fingið fyribils loyvi í eitt ár at fiska krabba í altjóða sjógvi í Barentshavinum. Fríðborg er keypt úr Íslandi, men hon varð upprunaliga bygd til russar í 1999. Skipið hevur ongantíð verið til fiskiskap. Keypsprísurin er 13 millónir krónur, men Fríðborg fer væntandi at standa í umleið 40 milliónum, tá hon verður klár at fara til fiskiskap. Hon er stødd í Kringvarpinum í løtuni Eg tendri mín svarta gangstrarabuss rape van , so fara vit allir samlir Hvør við Soleiðis viðmerkir ein føroyingur á sínum Facebook vanga, eftir at hava sæð Dag og Viku mánakvøldið 27. apríl. Viðmerkingin um hópneyðtøku sum nú er slettað á Facebook snýr seg um Liljuni Weihe, tíðindaleiðara, sum hetta kvøldið var vertur í sendingini og hevði Karsten Hansen, landsstýrismann, í sjónvarpsstovuni. Undir viðmerkingini skrivar ein skúlaleiðari sítt íkast Eg veit, hvar hon býr og síðani I metur in . Kennir tað sum sína skyldu at kæra Tað er serliga hendan seinna viðmerkingin, sum hevur fingið Liljuna Weihe til at kæra skúlaleiðaran til Mentamálaráðið. Sum almennur persónur, eri eg von við at fáa niðrandi viðmerkingar um mítt starv og mín persón. Tað kann og skal eg tola. Men eg føli somuleiðis sum mína skyldu at gera vart við, at ein skúlaleiðari er við uppá at luttaka í eini bólka neyðtøku av mær í einum neyðtøkubussi, skrivar Liljan Weihe millum annað í kæruni til Mentamálaráðið. Harmast um viðmerkingina Kringvarpið hevur tosað við skúlaleiðaran. Hann angrar í dag at hava skrivað viðmerkingina. Hon varð skrivað í spølni, men var illa umhugsað og var betur óskrivað, sigur hann. Olaus Jespersen, deildarleiðari í Mentamálaráðnum, sigur, at tey viðgera kæruna. Hann væntar, at viðgerðin er liðug í hesi vikuni, og so fær kærarin svar. Javnan hoyra vit um handlar, matstovur og virki trætast um, hvør var fyrstur við einum búmerki ella navni. Men Nær stjelur tú eitt búmerki, og kanst tú brúka eitt navn til títt virki, sum onkur annar brúkar frammanundan Sambært honum eru fleiri faktorar galdandi, tá tosað verður um at herma eftir einum búmerki ella brúka sama navn, sum onkur annar longu brúkar. At fáa íblástur frá onkrum, sum longu er á marknaðinum, er loyvt. Tó er tað bara loyvt í ein ávísan mun, sigur Jógvan Svabo Samuelsen og leggur afturat Orsøkin, til at til dømis tvær matstovur ikki skulu hava sama búmerki og navn, er, at tú sum kundi skalt kunna skyna á mun á matstovunum. Tað er serliga umráðandi, um matsotvurnar selja somu matvørur og harvið eru á sama marknaði, sigur Jógvan Svabo Samuelsen. Vit kunnu ikki góðtaka, at børn liva í fátækraváða í Føroyum. Tí taka vit hetta stigið, sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi. Allar barnakonur í Suðuroy eiga framyvir at føða á Landssjúkrahúsinum í Havn. Tað heldur stjórin í Suðuroyar Sjúkrahúsi, sum í brævi til Karsten Hansen tann 13. apríl í ár mælir til at steingja føðideildini í Suðuroy. Orsøkin er, at sjúkrahúsið vegna ov trongar fíggjarkarmar manglar ein skurðlækna og ei heldur hevur fakligu serlæknamanningina, ið krevst fyri at hava eina eftir nútíðarkrevjandi dygdargóða føðideild. Út frá aðurnevndu viðurskiftum hevur leiðslan, saman við ljósmøðrunum, eftirmett støðuna, og vilja vit mæla til, at allar føðingar framyvir verða framdar á føðideildini á Landssjúkrahúsinum, skrivar Ronnie Midjord, sjúkrahússtjóri, í brævinum. Ronnie Midjord mælir eisini landsstýrismanninum til at hugsa um bústaðarviðurskifti, nú barnakonurnar helst mugu til Havnar at verða eina tíð áðrenn ætlaða føðing. Talan er ofta um konur, ið eru einsamallar við børnum, tí maðurin er til sjós ella burturi og arbeiðir, og mugu tí atlit takast til, at heimið við eftirverandi børnum virkar sum best, skrivar sjúkrahússtjórin víðari í brævinum. Nú verður aftur skipað fyri tiltøkum at greiða frá arbeiðinum við heildarætlanini um harðskap í parløgum og nærsambondum. Síðani arbeiðið at seta í verk heildarætlanina byrjaði, hava ymisk tiltøk verið. Fakbólkar eins og almenningurin annars hava fingið kunning um arbeiðið, ymiskt upplýsandi tilfar er framleitt og viðgerðartilboð eru sett á stovn. Alt hetta til tess at varpa ljós á harðskap og at basa harðskapi í parløgum og nærsambondum. Nú verða so aftur tiltøk undir heitinum Sig frá har almenningurin fær høvi at kunna seg um evnið. Tríggir serfrøðingar fara síðani at hava framløgu Oddbjørg Balle, sálarfrøðingur, fer at tosa um, hvussu harðskapur ávirkar børn og Mariann Reinert, politistur, fer at tosa um ung og harðskap og Súsanna Nordendal, løgfrøðingur í Almannamálaráðnum, fer at tosa um skylduna, vit øll hava at boða myndugleikunum frá, gerast vit stúrin um eitt barn. Súsanna Nordendal er í útvarpsstovuni Nýggi fótbóltsvøllurin verður ein FIFA vøllur sum eisini kemur at lúka allar ásetingarnar hjá FSF viðvíkjandi vallum í bestu deildini. Tá vantar asfalt og graslíki, sum ikki kann leggjast á, fyrrenn tað várar aftur. Yvirskotsgrótið frá økinum verður alt koyrt yvir til nýggju útstykkingina Oman Gil, sum verður gjørd samstundis sum vøllurin. Tað er J og K Petersen, sum stendur fyri báðum arbeiðunum. Tað vóru Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentamálanevnd Tórshavnar býráðs, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum settu hakan í um middagsleitið í dag. Landsstýrismaðurin í heilsumálum, Karsten Hansen, hevur tikið avgerð um at steingja føðideildina á Suðuroyar Sjúkrahúsi 1. januar 2016. Tað er annars ikki meiri enn tvey ár síðani, at sami landsstýrismaður tók avgerð um, at sama føðideild skuldu fáa frið hóast landslæknin tá mælti honum til at steingja hana. Mette Fugl hugleiddi um dagsins tíðindaflutning í upptøku frá Bókadegnum, yrkingar hjá Jóanes Nielsen, Chr. Matras og øðrum og skjaldur hjá Carl Jóhan Jensen vórðu upplisin. Vit fingu søguna um klassikaran Yesterday , sum nú fyllir 50, og ein áhugaverd 25 ára gomul samrøða við Bjørn Tidmand varð støvað av í savninum. Tað vóru sosial atlit, ið gjørdu, at Karsten Hansen, landsstýrismaður, í november 2013 gjørdi av, at føðideild framvegis skuldi vera á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Leiðslan á Suðuroyar Sjúkrahúsi hevur sjálv biðið um at føðideildin á sjúkrahúsinum verður stongd. Orsøkin er, at alsamt færri kvinnur eiga á sjúkrahúsinum, sigur Ronnie Midjord, sjúkrahússtjóri. Ein trupul barnsburður í seinastuni er eisini tikin við í avgerðina um at stongja deildina. Eitt sera keðiligt mistak er hent í sambandi við, at vit eru í ferð við at seta nýggja web skipan í verk, sigur Christian Lindhardt, redaktiónsleiðari á DR Nyheder. Mong av starvsfólkum okkara verða lærd at brúka nýggju skipanina, og í hesum sambandi er eitt sera ólukkuligt starvsfólk av misgáum komið til at rita seg skeivt inn, so tað, sum var ein roynd, varð sent út til tey mongu, sum hava teknað seg til okkara tíðinda sms, sigur hann. Jákup Petersen ortopædiskur yvirlækni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, sigur, at útgerðin, sum brúkt verður til sóttreinsan av amboðum, er vánalig, og tólini sum brúkt verða at doyva sjúklingar hava leingi verið í sera ringum standi. Tað hevur ikki verið gjørligt at skurðviðgjørt fólk, meðan Klaksvíkar Sjúkrahús hevur verið umvælt, og tí standa 35 40 fólk í løtuni á bíðilista til millum annað at skifta knø og liðir. Arbeitt verður í løtuni við at fáa til vega doyvingartól. Men eyðnast hetta ikki skjótt, mugu skurðviðgerðirnar útsetast, sigur Jákup Petersen. Vit skulu tryggja kappingarføri, bæði í vælferðarskipanum, har vit kappast um fólk, og eisini mugu vit tryggja, at tey inntøkutiltøk, sum verða gjørd, ikki gera føroysku vinnuna minni kappingarføra í altjóða høpi, sigur meirilutin í Fíggjarnevndini um uppskotið til samtyktar hjá landsstýrinum um játtanarkarmar fyri 2016. Og fíggjarlógin fer ikki at hava 56 milliónir í avlopi næsta ár, men 150 til 200 milliónir í halli, siga Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin, sum vísa á nógv dømi um, at útreiðslurnar hjá landskassanum næsta ár verða størri enn landsstýrið sigur, og inntøkurnar verða minni. Tað undrar andstøðuna í Fíggjarnevndini ikki sørt, at so stórur munur er á metingunum hjá Fíggjarmálaráðnum og Búskaparráðnum um vøksturin í 2016. Olaf Johannesen er í uppskoti at fáa virðisløn fyri besta mannliga høvuðsleiklut og tað er fyri hansara avrik í teimum trimum sjónleikunum Samtale før døden , Mefisto og Heksejagt . Í desember í fjør fekk Olaf Johannesen rsins Sjónleikaravirðisløn frá donsku sjónleikarajournalistunum júst fyri sín leiklut sum nasisturin Adolf Eicmann í Samtale før døden . Í sambandi við Umhvørvisvikuna, sum er nú, verður fokus millum annað sett á orkunýtslu og og ikki minst alla tað orkuna, sum fer til spillis. Trupulleikin er ofta tann, at vit velja komfort heldur enn at hugsa um umhvørvið. Til dømis vildi tað gjørt ein stóran mun, um vit bara av og á koyrdu í bussi ístaðin fyri okkara egna bili, sigur Bogi Bech Jensen og leggur afturat Til dømis ber til at bjálva húsini nógv betur, enn tey flestu gera, tí harvið sleppa vit undan allari spillorkuni, sum fleiri húsarhald í dag hava, sigur Bogi Bech Jensen. Í gjár segði Jákup Petersen, yvirlækni á Klaksvíkar sjúkrahúsi, við Útvarpið, at er doyvingarútgerð ikki fingin til vegar alt fyri eitt, noyddist hann at útseta 40 skurðviðgerðir. Stórur spenningur er um parlamentsvalið í Bretlandi í morgin, tí tað stendur á jøvnum ímillum teir stóru flokkarnar, Konservativa flokkin og Labour. Samstundis hevur Liberaldemokratiski flokkurin boðað frá, at hann fer at samstarva við tann flokkin sum vinnur valið. Nýggjastu meiningakanningarnar vísa, at Konservativi flokkurin og Labour fara at fáa 33 prosent av atkvøðunum í part, meðan ein onnur kanning gevur flokkunum 34 prosent í part. Tað merkir aftur gongd fyri Konservativa flokkin síðani sunnudagin, tá hann var eitt prosetnstig frammanfyri Labour, samstundis sum Labour stendur í stað. Meiningakanningarnar vísa, at hvørgin flokkurin fær meiriluta í parlamentinum, og tí stríðast formenninir, David Cameron úr Konservativa flokkinum, og Ed Milband úr Labour fyri at fáa neyðugu atkvøðurnar til vega. Samstundis sum Cameron og Miliband stríðast um atkvøðurnar, er líkt til, at formaðurin í Liberaldemokratiska flokkinum og varaforsætisráðharrin, Nick Clegg, fer at missa sín sess í parlamentinum. Seinastu veljarakanningarnar benda kortini á, at hann verður valdur aftur. Nick Clegg hevur boðað frá, at Liberaldemokratiski flokkurin er sinnaður at fara undir stjórnarsamstarv við tann flokkin sum vinnur valið, uttan mun til um talan verður um Konservativa flokkin hjá David Cameron ella um Labour hjá Ed Miliband, skrivar blaðið, The Guardian. Av børnum sum vórðu fødd í 80 unum, doyðu seytjan 10 14 ára gomul fyri egnari hond, vísir kanningin. Um tey 20 ára gomlu verða tald við, so er talið nógv hægri, vísir kanningin. Christina Viskum Lytken Larsen, sosiologur, hevur gjørt kanningina. Hon sigur størstu orsøkina vera, at grønlendsk børn vaksa upp í heimum har rúsdrekka, rúsevnir og kynsligur ágangur eru gerandiskostur. Tað botnar í, at fólk í Grønlandi hava havt ilt við at fóta sær eftir broyttu samfelagsgongdina, frá veiðimannasamfelag til eitt framkomið samfelag. Kanningar, sum fyrr eru gjørdar, vístu, at ein triðingur av grønlendskum kvinnum millum 18 og 24 ár, var kynsliga misnýtt, og hjá áttinduhvørjari hendir tað, tá hon var undir 13 ár. Grønlendska hagstovan hevur í fleiri ár víst á, at trupulleikin við sjálvmorðum er vaksandi. Í 2010 doyði 62 fólk í Grønlandi fyri egnari hond. Tað svarar til 108 fyri hørjar 100.000 íbúgvar. Tað eru 10 ferðir fleiri enn í Danmark, og hægsta talið í heiminum, skrivar Jyllandsposturin. Í 2013 fór grønlendska sjálvstýrið undir eitt átak fyri at bøta um gongdina. Tá segði landsstýrisforkvinnan, Aleqa Hammond, at grønlendingar høvdu ilt við at fóta sær í broytingunum, sum hendu frá veiðumannasamfelag til ídnaðarsamfelag í kapping við onnur lond. Okkara vanligu virðir eru mist, og tað fær sjálvmorðini at økjast, ikki bara í Grønlandi, men eisini í grannalondunum. Tí mugu vit steðga gongdini, segði Aleqa Hammond á eini ráðstevnu um evnið í Tomsø í Noreg. Í gjár hækkaði prísurin á olju úr Norðsjónum upp í 68 dollarar fyri tunnuna, og tað er hægsti prísurin higartil í ár. Prísurin lækkaði kortini aftur í gjárkvøldið niður í 67 og ein hálvan dollara fyri tunnuna. Eygleiðarar vísa á, at vanliga er oljuprísurin lægst í mai, tí tá leggja oljufeløgini um frá vetrarolju til summarolju, og tí siga teir útlit vera fyri, at oljuprísurin helst fer at hækka meir. Vanligt er, at eftirspurningurin fer at økjast, tá nógva summarferðslan byrjar. Oljugoymslurnar í USA eru á tremur við olju, meðan oljugoymslurnar í øðrum londum eru sum vanligt, ella minni enn tað. Ófriðurin í Libya og Jemen ávirkar Príshækkingin í gjár stóðst av ófriðinum í Libya, og at mótmælisfólk hava stongt oljuleiðingar til havnabýin, Zueitina, og tí minkar libyska sølan av olju við 500.000 tunnum um dagin. Óalmenn tíðindi vilja vera við, at ófriðurin í Jemen hevur breitt seg til Saudiarabia, og tað kann hava við sær, at saudiarabiska oljusølan fer at minka. Seinni í vikuni, kanska seinni í dag, verður almannakunngjørt, hvussu stórar amerikansku oljugoymslurnar eru, og tá fæst eisini ein ábending um, um amerikansku oljufeløgini, sum selja skiferolju, hava verið noydd at minka um øljusøluna, tí prísurin er lækkaður so nógv. Eg ordi ikki út, tordi ikki at leggja fram í skúlanum og var altíð bangin fyri, um fólk fóru at seta mær onkran spurning, og eg ikki dugdi at svara teimum. Eg dugdi væl at síggja, at hetta ikki bara var vanligt smædni, tí eg kendi meg altíð ótrygga, tá eg var úti millum fólk, sigur Simona Midjord. Men vend kom í, tá Simona Midjord gekk í 2.g í Studentaskúlanum í Hoydølum, tí tá hendi ein góð broyting í lívinum. Simona Midjord fekk møguleika at royna seg sum modell uttanlands. Á ein ellla annan hátt bleiv eg tryggari við meg sjálva. Dugdi at síggja, at kanska var tað nakað gott við at hava ta útsjóndina, sum eg nú einaferð hevði. Eg fór at hvíla meir í mær sjálvari, sigur Simona Midjord, sum í dag als einki merkir til sosialfobiina. Í Vegamótinum fortelur Simona Midjord millum annað, hvussu sosialfobiin stýrdi hennara gerandisdegi í fleiri ár, hvat tíðin sum modell gjørdi við sosialfobiina, og hvussu hon í dag hjálpir børnum og ungum, sum eru í somu støðu, sum hon einaferð var í. Orðadráttur var í Fólkatinginum í gjár millum Edmund Joensen, fólkatingslim, og Helle Thorning Schmidt, forsætisráðharra, um endamálið við blokkstuðlinum. Komandi samdøgrið sigur hann frá nógvum vindi millum 15 og 20 metrar um sekundið av norðuri og útnyrðingi. Og ættin avspeglar eisini hitan, ið verður millum frostmarkið og 5 hitastig. Hósdagurin sær betur út. Men alt er relativt. Tí veðrið er framvegis vánaligt útnyrðingur, 13 til 18 metrar um sekundið, regn ella vátaslettingur og hitin millum 2 og 5 hitastig. Fríggjadagurin er ei heldur nakað at skriva heim um. vestan og útnyrðingur, 10 til 15 metrar um sekundið, skýggjað við ælingi stundum sum vátaslettingur ella heglingur, og hitin millum 2 og 5 stig. Ein lítil uggi er, at fríggjanáttina slítur í, og vindurin minkar nakað, men afturfyri fáa vit náttarfrost. Leygardagurin er tað tættasta, vit koma til nøkrum, ið bara minnir um summarveður. Hann verður norðan, 5 til metrar um sekundið, samdrigið og seinni turt, hitin millum 2 og 5 stig. Og so er vikan úti. Men hálvvánaliga veðrið heldur fram. Mánadagin er hann eystan, seinni sunnan og útsynningur, 8 til 13 metrar um sekundið. Tað regnar, seinni klárnar tó við onkrum æli. Tað verður tó heitari. Millum 7 og 10 stig. Vilhelmina Larsen í Dali fer nú at siga frá í Meg minnist. Hon er ættað úr Skálavík. Pápin var Jógvan Tróndarson, sonur bóndan og mentamannin Trónd á Trøð. Mamman Elsubett var úr Haldórsvík, dóttir løgtingsmannin Mikkjal í Vík. Tróndur á Trøð var kendur sum kvøðari, yrkjari og listarmaður. Kona Trónd á Trøð var úr Kirkjugerði. Har í grannalagnum arvaði Jógvan á Trøð eini hús, sum hann settist í búgv í. Hetta eru húsini, sum verða nevnd Norðuri í Húsi. Har er Vilhelmina uppvaksin. Kvæðamentanin var í hásæti á Trøð í Skálavík. Tróndur á Trøð yrkti og skrivaði kvæðir upp í Traðarbókina, sum varð givin út fyri fáum árum síðani. Tróndur yrkti sjálvur Gunnar á Liðarenda og Uffarímu, og átti Ílintstættir, sum er meir enn 500 ørindi. Tróndur skipaði fleiri kvæði í dansi, og tey býttu synirnir Jógvan og Leifur seinni ímillum sín. Andstøðan hevur seinastu dagarnar barst sum úlvur á skóg fyri at sleppa at leggja uppskotið um barnaískoytið fram, hóast freistin er farin. Meirlutin hevur einans givið loyvi til, at uppskotið endar á tingborði. So skal tað viðgerast og síðani í nevnd. Og kemur uppskotið so langt, so skal tað eisini til bæði aðru og triðju viðgerð. Ein samd Vinnunevnd mælir løgtinginum frá samtykkja uppskotið hjá Framsókn um at broyta rúsdrekkalógina, so Rúsan missir einkarættin at selja øl og vín. Poul Michelsen, løgtingsmaður, sigur, at ein kanning, sum Framsókn gjørdi í apríl í fjør, vísir, at ein stórur meiriluti av teimum spurdu tóku undir við, at matvøruhandlar kunnu selja øl og vín. Men Fólkaheilsuráðið mælir frá. Og eftir at hava viðgjørt málið á seks fundum bleiv niðurstøðan hjá Vinnunevndini, at hon tekur ikki undir við uppskotinum og mælir løgtinginum frá at samtykkja tað. Árið í fjør var fyrsta árið, tá meira enn helvtin av allari elorkuni kom úr varandi orku. Staðfestingin verður skírd at vera eitt frambrot í sjálvum sær men avbjóðingarnar eru framvegis stórar. Yvirskipaði boðskapurin er, at samfelagið skal flyta seg burtur frá dýru og dálkandi oljuni vit skulu leggja um frá olju til el orku. Ein virkisætlan við 26 tilmælum og sjey ítøkiligum átøkum innan framleiðslu, orkugoymslu, nýtslu og el skipan varð um dagarnar løgd fyri løgtingið. Talan er um eina røð av uppskotum, sum politiska skipanin skal taka støðu til. Eisini verður lagt upp til, at føroyingar skulu broyta atferð, soleiðis at vit gerast partur av tí elektrifisering, sum skal flyta okkum sum samfelag burtur frá oljuni. Sambært landsstýrismanninum í orkumálum er neyðugt við bæði gularót og píski. Eitt endamál við at gera eina elveitingarlóg er at fáa skipað hetta so týdningarmikla økið innan nútímans karmar, og í hesum sambandi at útvega landsmyndugleikunum hóskandi heimildir at stýra viðurskiftum av týdningi fyri framleiðslu, flutning og veiting av elorku. Endamálið við lógini er at tryggja, at elveitingin í Føroyum verður løgd til rættis við fyriliti fyri veitingartrygd, samfelagsbúskapi og umhvørvi, eins og lógin í mest møguligan mun skal fremja virkisfýsni í sambandi við framleiðslu av ravmagni. Endamálið við lógini er eisini at stimbra nýtslu av varandi orkukeldum, tó við neyðugum atliti til veitingartrygdina. Tað er harumframt eitt aðalendamál við lógaruppskotinum, at prísurin á ravmagni ikki verður hægri enn neyðugt. Radarin snýr seg hesaferð burturav um elorkuøkið. Luttakarar eru Johan Dahl, landsstýrismaður í orkumálum Bjørt Samuelsen, framsøgukvinna í orkumálum fyri Tjóðveldi Ari Johanneson, ráðgevi í elveitingarmálum á Jarðfeingi Hákun Djurhuus, stjóri í SEV Jóhan í Niðristovu, stjóri í Røkt. Fýra bygningar skulu hava nýtt tak fyri 1.500 krónur fermeturin. Og Gamli skúli skal hava 40 vindeygu, tey kosta 25.000 krónur hvørt, so vindeyguni kosta tilsamans eina millión. Ætlanin er at selja Landaveg 63 fyri 1,8 milliónir krónur, Fútalág 40 fyri tvær milliónir og gamla Fiskivinnuskúlan í Vestmanna fyri eina millión. Tað skuldi givið 4,8 milliónir krónur Men so skal Mentamálaráðið keypa skrivstovubygningin hjá Sernámsdeplinum á Frælsinum frá Tórshavnar kommunu fyri hálva triðju millión, so eftir vera 2,3 milliónir krónur, sigur Mentamálaráðið í skrivinum til Fíggjarnevndina. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, bað í gjár løgtingið um loyvi at samráðast við Atlantic Airways um tyrlutænastu fyri 44,4 milliónir krónur um árið í tíggju ár. Lógaruppskotið merkir samstundis, at frí kapping verður ikki um tyrlutænastur, sum landsstýrið keypir, tí tænasturnar verða ikki bodnar út. Atlantic Airways, sum landsstýrið eigur, hevur boðað landsstýrinum frá, at felagið ætlar at keypa tvær nýggjar tyrlur fyri Bell tyrlurnar, sum nú eru ávikavist 19 og 21 ára gamlar. Sum er rindar landið Atlantic Airways 36,1 millión um árið fyri tyrlutænastur. Men nýggju tyrlurnar fara at krevja 8,4 mio. krónur meira um árið úr landskassanum. Fyri at tryggja, at gjaldið hjá landsstýrinum fyri tyrlutænastuna veruliga samsvarar við kostnaðin, fer landsstýrið í sáttmálanum við Atlantic Airways at treyta sær fult innlit í roknskapartølini hjá Tyrludeildini og felagnum annars í tann mun, talan er um samrakstur millum flogferðslupartin og tyrlupartin hjá felagnum, stendur í viðmerkingunum um lógaruppskotið. Trý aðalráð brúka føroysku tyrlurnar, Fiskimálaráðið, Vinnumálaráðið og Heilsumálaráðið. Men Fiskimálaráðið skal samráðast við Atlantic Airways fyri øll trý. Og samráðingarnar eru byrjaðar. Johan Dahl, landsstýrismaður boðaði, fyri løtu síðani á ráðstevnu í Norðurlandahúsinum, frá at fjórða útbjóðingarumfar til oljuleiting á føroyska landgrunninum verður hildið í 2017. Í kvøld verður almennur fyrilestur í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum, sum FPS, Føroyskir Psykiatriskir Sjúkrarøktarfrøðingar skipa fyri. Ein fyrilestrarhaldari verður íslendingurin Heðinn Unsteinsson, sum í dag starvast sum politiskur greinari í forsætismálaráðnum í Íslandi. Heðinn Unsteinsson skal tosa út frá bókini Vertu úlfur wargus esto sum hann hevur skrivað sum eitt slag av sjálvsævisøgu. Í bókini fær lesarin innlit í, hvussu tað upplivist at liva við bipolerari sjúku, sum Heðinn fekk staðfest á ungum árum. Hvussu hann hevur lært seg at liva væl við sjúkuni og meistra sjúkuna. Almenna fyrilestur í er kvøld klokkan19 í Veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum sama økið sum køkurin og vaskaríið hjá Landssjúkrahúsinum er. Hósdagur 7. mai er valdur at vera dagurin, har urtagarðseigarar royna at basa morsniglinum snigilin, ið kann oyðileggja ein vakran urtagarð. Men sambært landsskógarvørinum, Tróndi Leivsson, er eingin orsøk hjá fólki at fara í panikk, um tey blíva varug við ein morsnigil í urtagarðinum. Um tú hevur eitt sindur av sniglum, er eingin orsøk at fara í panikk. Vit skulu minnast til, at sniglarnir hava eisini eina týdningarmikla uppgávu í urtagørðunum, tí teir eta plantutilfar og gera síðani fruktagóða jørð, sigur Tróndur Leivsson. Morsniglinum dámar fekst plantutilfar og hevur lyndi til at leggjast á nyttuvøkst og prýisvøkst, sum flestu urtagarðseigarum dámar. Hevur tú nógvar morsniglar, so leggur tú merki til, at knappliga er nógvur vøkstur í urtagarðinum etin, og tað er sjálvandi óheppið, sigur Tróndur Leivsson, sum í Góðan Morgun Føroyar gav góð ráð í sambandi við at basa morsniglinum. Næsta ár fer fiskamjølsvirkið Havsbrún í Fuglafirði um tey hálvthundrað. Havsbrún er einasta virkið í heiminum, ið umframt fiskamjøl og lýsi eisini framleiðir alifóður. Síðani 2011 hevur Havsbrún verið partur av Bakkafrost samtakinum, og seinastu tvey árini hevur umsetningurin hjá størsta arbeiðsplássinum í Fuglafirði ligið um eina miljard krónur. Tann 36 ára gamli Klaus H. Laursen hevur lært seg at minnast tekstir uttanat. Sjálvur hevur hann eina bachelorútbúgving í teologi og dagliga ferðast hann í Danmark, har hann upptraðkar við sínum serliga hátti at fortelja úr Bíbliuni. Tað snýr seg um at gera sær eina rutu inni í høvdinum. Til dømis eina rutu inni í tínum egna heimi. Síðani skalt so at siga leggja nøkur lyklaorð ymisk støð á rutuni. Tá tú so gongur rutuna í høvdinum, veitst tú, at tá tú kemur til úthurðina, eru ávís stikkorð. Tá tú kemur yvir til vaskið í køkinum er aftur ávís lyklaorð, greiðir Klaus H. Laursen frá. Til dømis er hetta nakað, sum fleiri ung fólk brúka í sambandi við próvtøkur, tá tú jú hevur eina rúgvu av ymiskum, longum tekstum, ið tú skalt minnast, sigur Klaus H. Laursen. Ein eftirmeting, sum danska Løgmálaráðið hevur almannakunngjørt, vísir, at løgreglufólk vóru ikki óg dugnalig og at útgerðin hjá løgregluni ikki var nóg góð, tá yvirgangsatsóknirnar vóru í Keypmannahavn 14. og 15. februar. 20.03.2015 var full sólarmyrking í Føroyum. 11.400 ferðafólk upplivdu hana saman við føroyingum, og í hesi sendingini hyggja vit aftur á fullu sólarmyrkingina. Vit síggja reportasju av flogvøllinum, uppliva gleðisróm í Sandavági, og vit uppliva eisini sólarmyrkingina saman við einum blindum. Prísurin, 167 milliónir krónur, sum svarar til 16,5 milliónir pund, er góður, sigur Ben Arabo, stjóri í Atlantic Petroleum. Er støðan hjá felagnum vorðin so vánalig, at neyðugt er at selja burtur av arvasilvrinum Heimsheilsustovnurin hevur samanborið uppgerðir úr 53 londum, og nú hevur stovnurin eisini funnið tekin um, at fólk í londum, sum fyrr ikki hava verið í vanda av fiti, nú eru nærum líka illa fyri lond, har fiti hevur verið eitt vandamál í fleiri ár. WHO ger millum annað vart við, at um 15 ár, kunnu 76 prosent av norðmonnum vera ov feitir, og tað er ikki í lagi, sigur yvirlæknin í norska heilsustovninum, Haakon E. Meyer. Svenski heilsumálaráðharrin, Gabriel Wikstrøm, sigur, at tað ikki er óhugsandi, at Svøríki fer at áseta ein sonevndan feittskatt , fyri at steðga gongdini. Er vandin so stórur, sum heimsheilsustovnurin vísir á, so mugu øll neyðug stig takast, fyri at tryggja heilsuna hjá fólki, sigur Wikstrøm við svenska Aftonbladet. Stríð hevur verið ímillum USA og Kuba síðani í 1961, tá táverandi amerikanska stjórnin setti amerikanskum fyritøkum forboð fyri at handla við Kuba. Samstundis kvetti amerikanska stjórnin alt samstarv við kommunistiska grannalandið, Kuba. Tað er ikki greitt, hvussu nógv feløg ella hvussu nógvar ferjur fara at sigla ímillum londini, men stjórin í Havana Ferry Partners, Leonard Moecklin, sigur, at teirra felag hevur fingið loyvi at sigla ímillum londini. Hann heldur, at tað hevði verið gott við eini skjóttgangandi ferju til 200 ferðafólk, at sigla ímillum Ket West í USA og Kuba, tí fólk vilja fegin vitja grannalandið, sigur hann. Stjórnin í Kuba hevur kortini ikki enn góðkent nýggju farleiðina. Hann hevði tveir mánaðir at skipa nýggja stjórn eftir valið, og tað eydnaðist í evstu løtu at fáa eina avtalu í lag við Jødiskt Heim. Formaðurin í Jødiskum Heimi, Naftali Bennett, hevur kravt, at allir átta tinglimirnir hjá flokkinum fáa ráðharrasess. Størsta stríðið hevur higartil verið um løgmálaráðið, har Jødiskt Heim vil hava ræðið á. Komið er fram, at fleiri polittikarar, serliga úr andstøðuni hava fíggjað valstríðið ólógliga, men forsetin sjálv er komin í andglettin av einum bankaláni, og sølu av einum øki, sum verdóttirin fekk stóran vinning burturúr. Bachelet hevur tvíhildið um, at hon einki visti um søluna av økinum, men hon viðgekk í gjár, at hon hevur gjørt stór mistøk, millum annað ikki at koma heim úr summarfrí, tá málini byrjaðu, og fyri ikki at hava gjørt viðmerkingarnar ímóti skuldsetingunum fyrr enn nú. Gølurnar hava havt við sær, at stórar nýskipanir á útgúvingarøkinum og arbeiðsmarknaðinum, eru horvin í orðakiftinum um gølurnar. Tað er ikki greitt, um nakar av verandi ráðharrum sleppur at halda fram í Kili, men vanligt evur verið, at fíggjarmálaráðharrin situr í fýra ár. Alberto Arenas er fíggjarmálaráðharri nú. Í sendingini hitta vit Joanu Johansen, Rana Nolsøe, Finnleif Mortensen, Jastrid Gullaksen og Leiv Thomsen. Tú kanst hoyra sendingina her Spenningurin er stórur í Bretlandi, har eisini føroyingar fylgja væl við. Og úrslitið av parlamentsvalinum kann fáa týdning fyri viðurskiftini millum Føroyar og Bretland. Eftir seinasta parlamentsval í Bretlandi noyddist Konservativi flokkurin at skipa stjórn saman við Liberalu demokratunum, og eftir parlamentsvalið í dag er líkt til, at neyðugt verður aftur at skipa eina samgonugstjórn, tí hvørgin av teimum stóru flokkunum fær meiriluta einsamallur. Bretar noyðast at venja seg til, at fleiri flokkar fara at skipa stjórn eftir eitt val, heldur Mortan Østerø, mannfrøðingur antropolologur sum hevur búð og lisið í Bretlandi. Oljuprísirnir eru sera lágir, og eftir miseyd naðu royndirnar, sum higartil hava verið, er áhugin ikki stórur at leita eftir olju á føroysku landgrunnunum í løtuni. Eitt nú læt Statoil trý leitiloyvi innaftur í fjør. Verdóttirin skrivar, at vermamman gevur døtrunum almikið, men sonurin fær onki. Tað er ymiskt, sum verdóttirin vildi fingið, men tað sær hon aftur í stovunum hjá svigarinnunum. Par um miðjan aldur dámar væl, av og á, at fara í býin. Tað hendir seg at tey hitta børnini á ymsum dansistøðum og barrum. Onkur av teimum siga hetta vera í lagi, meðan átjan áta gamli sonurin als ikki tímir at hitta foreldrini í býnum. Kvinna hevur hitt mannin í sínum lívi, men hann vaskar sær ov lítið. Luktar og gongur við skitnum hári. Hvussu skal hon siga tað við hann Valhølini lótu aftur klokkan 10 okkara tíð í gjárkvøldið, og meira enn helmingurin av úrslitunum frá teimum 650 valøkjunum eru almannakunngjørd. Sostatt er møgueliki fyri, at Konservativi flokkurin kann fáa meiriluta einsamallur, nú umleið 70 prosent av atkvøðunum eru taldar. Eg harmist almikið um tað, sum er hent, segði hann við fjølmiðlar í morgun. Hetta er eitt vónbrot og pínufull nátt, segði Ed Milliband. Bretskir miðlar skriva í morgun, at tað er óvist, um Ed Milliband heldur fram sum formaður, nú nógv bendur á, at flokkurin verður stóri taparin á valinum. Trýstið á hann økist, so hvørt sum atkvøðurnar verða taldar. Hinvegin fegnast veljarar hjá skotska tjóðskaparflokkinum, SNP, um valúrslitið. Í gjárkvøldið vístu valdags mátingar, at flokkurin fær 58 av teimum 59 skotsku sessunum í parlamentinum. Fyrstu uppteljingarnar í skotkum valdømur geva eisini somu mynd, at flokkurin verður greiður vinnari. Meirilutin í nevndini, samgonguumboðini, mæla tí frá at samtykkja uppskotið hjá Tjóðveldi og heldur bíða til á ólavsøku, tá landsstýrismaðurin kemur við sínum uppskoti. Nú verður miðað eftir at enda arbeiðið 1.juni ella fyrst í juni, sigur Joen Magnus Rasmussen, løgtingsmaður og formaður í grein 19 nevndini. Sambært lógini um grein 19 nevndina skal nevndin kanna viðurskifti í sambandi við virksemið hjá Eik grunninum frá 2002 til 2010, og eftirlitið við grunninum frá 2002 til mai í fjør. Ætlanin var, at løgtingið skuldi fara í summarfrí í dag. Men tað verður ikki, og nú verður miðað eftir at hava seinasta tingfundin mikudagin í næstu viku. Fyrrapartin í dag var greitt, at Konservativi Flokkurin hevur tryggjað sær 297 av teimum 650 sessunum í tjóðartinginum. Helst fáa teir fleiri og nærkast avgjørdum meiriluta, tí enn eru 43 sessir ikki mannaðir. Labour hevur fingið 222. Stuðulsflokkurin hjá teimum konservativu, Liberaldemokratarnir, hava mist 46 sessir. Og skotski tjóðarflokkurin, SNP, hevur tryggjað sær 56 av teimum 59 skotsku valdømunum. Fimm ára gomul fór Vilhelmina í skúla, fyrst hjá Andreasi Andreasen og síðani farbróðrinum Leifi Tróndarson. Har lærdu tey eisini ítrótt og at spæla upp á ljóðføri. Heima skuldu børnini tíðliga gera nyttu, binda, fara við neytum, mjólka og ganga til handils. Eina tíð var Vilhelmina í Vági, tvey skifti í Havn, annað hjá Jóhonnu Jensen, hitt á Hospitalinum. Síðani var Vilhelmina á Trøð í Skálavík, og í 1956 fór hon av landinum til Noregs á Bondelagets Folkehøgskole og var burtur í tvey ár. Í Vík var tættari millum húsini enn í Skálavík. Í Skálavík dámdi børnunum væl at vera í torvi, og spennandi var at fylgja pápanum í lembingini. Vilhelmina og Hilmar Larsen úr Dali giftust í Skálavík í 1961. Tey settu búgv á Deild í Dali. Tað var vælsignað at koma til Dals. Hilmar var av Hvanngarðinum, haðani mamman var. Pápin var úr Putlhúsi. Hilmar var sjómaður við føroyskum og íslendskum skipum. Seinastu árini arbeiddi hann nógv við grótlaðing. Afturstig var í eygsjón, tá skúlastjórnin vildu stongja skúlan. Foreldrini lótu ikki børnini av bygdini og vórðu sett í mult. Men barnatalið var stórt. Dalbingar bygdu sær dansistovu so seint sum í 1971. Hetta er Eiriksgarður, sum er víðkað til bygdarhús. Dalsfles og Skorin í Dali eru eyðkenni fyri bygdina. Sambært uppskotinum kann Almannaverkið eftir umsókn lata 1.500 krónur um mánaðin fyri hvørt barnið yngri enn 18 ár, sum er undir fátækramarkinum. Landsstýriskvinnan í almannamálum skal í kunngerð áseta fátækramarkið og reglur um barnaískoytið sambært álitinum um fátækramark, sum landsstýriskvinnan fekk í fjør. Og sambært felagsskapinum Í menniskjum góður tokki , eru 511 børn í 269 húskjum, sum hava minni enn helvtina av einari miðinntøku at liva av. Barnaískoytið fer, sambært flokkunum, at kosta 9,2 milliónir krónur um árið. Í ár verður kostnaðurin tó 4,6 milliónir, og tær verður biðið um í uppskotinum um eykajáttan. Hetta talið er átta ár gamalt. Í 2007 var uppskot um barnagjald til stakar uppihaldarar í løgtinginum. Tá metti Almannastovan, at málsviðgerðin fór at kosta 1,4 milliónir krónur um árið. Landsstýrismaðurin í almannamálum segði 700.000 krónur Áðrenn tingið fer at viðgera barnaískoytið, skal uppskotið hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum um at keypa tyrlutænastur frá Atlantic Airways fyri 444 milliónir krónur næstu tíggju árini hava fyrstu viðgerð. Nakað av pengunum fáa landið og kommunurnar aftur í skatti, í ár 4,8 milliónir krónur, og næsta ár 8,2 milliónir krónur, sæst í viðmerkingunum um uppskotið hjá landsstýriskvinnuni. Ein bussur hjá Bygdaleiðum, Leið 400, var á veg norðureftir og rendi inn í afturpartin á einum lastbil, pick up i, hjá Landsverki, sum stóð stillur á vegnum. Vakhavandi á politistøðini í Havn, sigur, at ein persón, persónurin, sum sat í Pick up inum, hevur fingið pínu í nakka og rygg, og hann er fluttur á sjúkrahúsið til kanningar. Løgreglan vil fegin frætta frá teimum átta ferðafólkunum, sum vóru í bussinum hjá Bygdaleiðum. Tey kunnu ringja til politistøðina, nummar 351448. Sjey minutirr seinni stoyttu tveir bilar saman í rundkoyringini í Kollafirði. Annar bilurin fór fimm metrar oman í skráningin. Sambært løgregluni í Havn, so hendi eingin fólkaskaði har. Í Nepal hitti Kristian E.V. Højgaard konu sína, Sarmilu. Tey vórðu gift í Nepal og búgva í dag, saman við lítlu dóttrini Anitu í Føroyum. Tað er soleiðis, at øll, ið hava verið á útlendskum sjúkrahúsið, og sum síðani verða innløgd á Landssjúkrahúsinum, verða kannað, um tey hava onkra mótstøðuføra bakteriu. Mótstøðuførar bakteriur eru ikki vandamiklar fyri okkum øll. Tú kanst hava onkra slíka bakteriur í tær, men hevur tú eina vanliga immunverju, verður tú ikki sjúkur, sigur Marita D. Magnussen, sum er medisinskur biologur. Trupulleikin er, tá fólk við vánaligari immunverju fáa mótstøðuførar bakteriur í kroppin. Í ringasta føri kann tað enda við deyða, sigur Marita D. Magnussen. Í morgunsendingini greiddi Marita D. Magnussen um mótstøðuførar bakteriur, hví tær eru vandamiklar, og hvørji krøv tað setur til sjúkrahúsini. Kring alt landið fara sjálvboðin at ganga við eyðkendu, bláu bússunum, men Blái Krossur manglar sjálvboðin at hjálpa til við innsavningini. Vit hava nógv góð fólk, sum hava bjóðað seg fram at ganga runt við bússum í morgin, men vit hava tørv á fleiri, sigur Frants Jensen, aðalskrivari í Bláa Krossi. Um onkur hevur hug at ganga við blá bússuni í morgin, so ber til at møta í Meinigheitshúsinum fyrrapartin og fáa neyðugu upplýsingarnar um innsavningina, sigur Frants Jensen. Pengarnir, sum koma inn í ár, verða brúktir til tvæt verkætlanir. Onnur er føroyska verkætlanin Øll hava rætt til góð barnaár , meðan hin verkætlanin er í afrikanska landinum Kjad og eitur Sig nei til rúsdrekka og narko Hans Pauli Christiansen undirvísingarleiðari, er sannførdur um at orðblind kunnu virka til fulnar í samfelagnum, um vit seta á orð á tað at vera orðblindur og útvega neyðugu amboðini, sum fólk við orðblindni hava tørv á. Kristinbjørg Høgnesen, er ein av teimum 27 lærarunum, sum nú kann kalla seg orðblindalærari. Hon sigur seg kenna trupulleikan í miðnámsskúlunum, og serliga er tað lesingin, sum fyri fleiri er ein stór avbjóðing. Men um fimm ár væntar hon at tingini, sum verða sett í verk nú fara at síggjast aftur. Kristinbjørg hevur starvast í miðnámsskúla í 25 ár, men heldur at talið á fólk við orðblindi veksur. Hetta kann vera tí at fleiri sleppa inn um miðnámsskúlagáttina í dag, enn um vit bakka eitt ára tíggju aftur. Hans Pauli og Kristinbjørg eru samd um at tað aldrin er ov seint at fáa hjálp, um man stríðist við at vera orðblindur. Hoyr samrøðuna við tey bæði omanfyri. Konni Kass spældi í morgun tveir sangir fyri lurtarunum. Fyrra sangin skrivaði hon fyri bert tveimum døgum síðani og tann seinni hevði nakrar mánaðar á baki. Men tað sum er serligt við Konni Kass, er at fólk vanliga seta hana í samband við eina saxafon, men nú sum 24 ára gomul hevur hon tikið enn eitt ljóðføri til sín. Hon greiðir í innslagnum frá hvør størsti munurin er at spæla saxason og guittar. Hoyr samrøðuna við Konni Kass og tveir sangir, sum hon sjálv hevur gjørt. Almannaverkið eigur at vera meira sjónligt í føroyska samfelagnum, soleiðis at fólk skilja, hví fjórða hvør skattakróna fer til Almannaverkið, heldur Edvard Heen Ewald Kjølbro er stjóri í Landsverki, sum er byggiharri. Hann sigur, at samráðingar eru við útlendskt tryggingarfelag hjá ráðgevanum, sum roknaði skeivt, um meirkostnaðin. Enn ber ikki til at siga, um roknivillan hjá danska ráðgevanum eisini fer at kosta landskassanum pengar. Ewald Kjølbro var við á fundinum í Danmark í gjár Seks umsøkjarar vóru til starvið sum stjóri á Landssjúkrahúsinum, tá freistin at søkja var úti 27. apríl, men fleiri teirra lúka ikki førleikakrøvini, sigur Turið Arge, aðalstjóri í Heilsumálaráðnum Avbjóðingin við almannaútreiðslunum komandi 40 árini er eitt av evnunum, sum Almannaverkið hevur sett hol á á ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum fyrrapartin. Joh nny í Grótunum er ein av trimum búskaparfrøðingum, sum hevur tosað um búskaparligu viðurskiftini, sum vit mugu taka hædd fyri í framtíðini. Tað er serstakliga óheppið, at Arbeiðsloysisskipanin ikki tekur í egnan barm, tí nógv bendir á, at nú eru fleiri starvsfólk, sum umsita færri arbeiðsleys. Hinir samgongumenninir í Vinnunevndini taka undir við uppskotinum, men mæla til at endurskoða útreiðslurnar til umsitingina hjá ALS. Tað kostar alt ov nógv at umsita ALS. Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Sjálvstýrisflokkurin taka eisini undir við uppskotinum, men vilja samstundis hava tað broytt nakað fyrst. Tað sigur Mentamálaráðið í svari til Liljuna Weihe, tíðindaleiðara í Kringvarpi Føroya, sum hevur kært skúlaleiðara fyri at skriva niðrandi viðmerking um seg á Facebook. Hesir normar mugu ikki standa í andsøgn við álitisstarvið sum skúlastjóri í føroyska fólkaskúlanum. Skúlastjórin myndar skúlan mótvegis samfelagnum, og hann eigur at geva samfelagnum eina trygga og álitisvekjandi fatan av skúlanum , skrivar Mentamálaráðið í svari til kæruna. Mentamálaráðið leggur afturat, at tað hevur gjørt skúlaleiðaranum greitt, at slíkur atburður ikki bleiv toldur og mátti ikki koma fyri aftur. Tað var fyrr í vikuni, at Liljan Weihe, tíðindaleiðari, kærdi skúlaleiðaran fyri Mentamálaráðið fyri viðmerkingina I metur in í einum facebook tráði, har ein annar brúkari í spølni skrivaði, at hann var til reiðar koyra heim til Liljuna við einum sonevndum rape van . Grundsjónarmiðið er virðing fyri hvørjum einstøkum menniskja. Við tí sjónarmiðinum koma vit langt, og skapa ein rúmligan arbeiðsmarknað, sigur Bernhard Højgaard Petersen, stjóri í El Net Bára gav sítt fyrsta lag út 1. august í fjør, sum hon saman við Smart Recordings Búgva Hanusarson framleiddi. Nú er hon aftur komin út við nýggjum staklagi, sum hon eisini hevur tónleikasjónbond til. Hesa ferð er tað framleitt saman við Benjamini Hansen. Bára er 19 ára gomul og er frá Kollafirði. Hon hevur spælt nógv saman við sínum tvíburðarbeiggja, Búgva Johannesen, í eitt barrum og annað. Tó er tað øðrvísi hesa ferð. Hon hevur fyri fyrstu ferð spælt saman við Juliani Andreasen, og tískil er hetta staklagið øðrvísi í mun til tað, hon plagar at spæla. Herd myndugleikakrøv hava við sær, at tyrlurnar hjá Atlantsflogi kunnu ikki brúkast longur, og tí er neyðugt at útvega nýggjar tyrlur. Tyrlurnar, sum Atlantsflog nýtir, eru av slagnum Bell. Nýggju tyrlurnar, sum felagið fer at útvega sær, eru av slagnum Agusta og tær lúka øll neyðug krøv. Allir flokkar í tinginum taka undir við uppskotinum hjá Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni, um at samráðast við Atlantsflog um nýggjan tyrlusáttmála, sum verður mettur at kosta 444 milliónir krónur næstu 10 árini. Ein bussur hjá Bygdaleiðum, Leið 400, var á veg norðureftir og rendi á ein lítlan lastbil, ein pick up hjá Landsverki, sum stóð stillur á vegnum. Í staðin fyri at útseta gildiskomuna til 1.juni næsta ár, vil Vinnunevndin hava hana útsetta til 1.januar 2017, so partarnir hava tíð til at finna skilagóða og varandi loysn. Sambært matvørulógini skuldu tey, sum selja ræst ella turt kjøt frá 1.juni í ár kunna prógva, at kjøtið stavar frá løggildum hjalli og sláturvirki, tá tað verður selt handlum og matstovum. Men kokkar og onnur í matstovuvinnuni stúra fyri, at útboðið av siðbundnum føroyskum matvørum verður ov avmarkað, tá kravið um løggildar hjallar og sláturvirki kemur í gildi. Byrjað verður við gudstænastu, og síðani verða kransar lagdir á minnisvarða til heiðurs fyri donsku og føroysku sjómonnunum og fiskimonnunum, sum lótu lív undir krígnum. Í fjør legði løgmaður ein krans við minnislundina í Lichfield í Onglandi, har umboð fyri bretska kongshúsið hvørt ár vísa sína samkenslu og minnast tey, sum lótu lív á sjónum. Faxi og Ingunn komu á Tvøroyri á middegi hósdagin. Tey fiska svartkjaft undir Føroyum, men fyri veður fóru tey á Tvøroyri at kroka. Í morgun ferð stóra venjing THOR RESCUE 2015 í gongd. MRCC byrjaði venjingina, boð eru komin um at ein maður var dottin úti í Nólsoy og hjálp var send á staðið alt fyri eitt. Allan dagin vera ymiskar venjingar har fólk og bátar vera roynd. Bjargingarbátarnir, Lív, Ziska, Sverri og tyrlan hjá Atlantic Helicopters eru við. Harumframt eru fjallabjargarnir og samarittarnir við í venjingini. Venja samstarvið Nólsoy og Nólsoyarfjørður eru karmar um venjingina, og endamálið er at royna allar eindirnar saman, skrivar Havnar Bjargingarfelag í tíðindaskrivi. Alt arbeiði hjá bjargingarfeløgunum er sjálvboðið og eru menn og kvinnur tøk allan sólarringin um tað er brúk fyri hjálp. Luttakandi feløg í dag eru Havnar Bjargingarfelag, Nólsoyar Bjargingarfelag, Vága Bjargingarfelag og Norðoya Bjargingarfelag, samarittar hjá Reyða Krossi MRCC Tórshavn og Tórshavnar sløkkilið. Atlantic Helicopters eru eisini við í venjingini. Yvirfriðingarnevndin hevur góðkent nýbygdu neystini við bátahylin í Leirvík umframt verkætlanina um bátahylin á Toftanesi, fjørutrappuna, framtíðar neyst bygging og felagsøki við bátahylin á Toftanesi. Náttúrufriðingarnevndin í Eysturoyar sýslu tók upprunaliga avgerð 23. september 2013 um ikki at góðkenna byggingina av neystunum, ið tá stóðu liðugt bygd. Eftir drúgva viðgerð kom vend í málið, og nú hevur yvirfriðingarnevndin góðkent byggingina umframt framtíðarætlanirnar hjá Eysturkommunu við økinum. Samgongan er samd, men andstøðuflokkarnir eru ikki heilt á einum máli um uppskotið hjá Tjóðveldi um at áleggja bátum og skipum at taka alt av fiskinum við til lands. Samgongan mælir frá at samtykkja uppskotið, hóast hon tekur undir við tí. Men júst hetta við at taka alt til lands er við í royndunum hjá samgonguni at gera nýggja fiskivinnuskipan, siga samgongumenninir í Vinnunevndini. Bjørt Samuelsen sigur, at tá uppskot, sum líkist tí, sum nú er í tinginum, varð felt í 2013, var ein grundgeving hjá samgonguni, at hetta fór at verða partur av einari fiskivinnunýskipan. Tað er hugstoytt, at so stórur partur av okkara tilfeingi framvegis fer fyri borð. Hetta áttu vit sum fiskivinnutjóð ikki at góðtikið, sigur Bjørt Samuelsen. Kári P, Højgaaard í Sjálvstýrisflokkinum tekur undir við uppskotinum, men hevur eina broyting, sum sigur, at daggamal útróðrarfiskur skal latast landingarmiðstøðunum, sum taka fiskin væl blóðgaðan í ísvatni. Aksel V. Johannesen í Javnaðarflokkinum sigur, at meðan bíðað verður eftir landsstýrinum, eigur ein royndarskipan at verða sett í verk. Í eitt ár, næsta fiskiár, eiga øll skip og bátar, uttan tey, sum fiska á Flemish Cap, at avreiða 25 prosent av høvdunum, men ikki ryggir og innvølir í fyrstu atløgu, heldur Javnaðarflokkurin. Grikski forsætisráðharrin, Alexis Tsipras, hevði ígjár telefonfund við russiska forsetan, Vladimir Putin. Teir umrøddu orkusamstarv. Fundurin ímillum teir báðar var samstundis sum Grikkaland er fallið í ónáðir í ES, tí landið ikki vil gera eftir krøvunum um at seta tiltøk í verk, so landið ikki fer á húsagang. Tsipras segði russiska forsetanum, at landið er sinnað at skipa alment partafelag, sum skal leingja gassleiðingina úr Turkalandi til Grikkalands. Russiska orkufelagið, Gazprom, hevur boðað frá, at rørleiðingin, sum verður løgd til Turkalands, verður klár at taka í nýtslu í desember í 2016. Kalt vatn í blóðið ES slær seg til tols við grikska ynskið um gassleiðing, tí roknað verður ikki við, at Grikkaland verður ført fyri at fíggja gassleiðingina úr Turkalandi til Grikkalands. Talan er um eina av størstu skrúðgongum seinastu nógvu 10 árini á Reyða Torginum í dag, og tað er russiski verjumálaráðharrin, SEgei Sjoigu, er leiðari fyri skrúðgongurin. Vesturlond boykotta, saman við sameindu hjá Russlandi frá seinna Veraldarbardaga, hátíðarhaldið í dag orsakað av kreppuni um Ukraina. Vladimir Putin hevur fingið vitjan úr eitt nú Kina, Kuba og Venezuela, og treyðugt so, grikski forsetin, Alexis Tsipras, er eisini millum teir 20 ríkisleiðararnar, sum eru møttir. Eisini einaræðisharrar, sum hava brotið mannarættindini, vóru millum gestirnar til hátíðarhaldið í dag, skrivar ritzau. Umleið 16.000 hermenn eru við í skrúðgonguni, sum samstundis er framsýning av nýggjastu vápnatøkini hjá Russlandi, eitt nú vóru 150 flogfør sýnd fram. Í talu síni takkaði Vladimir Putin, hóast tey ikki vóru til staðar, sameindu londunum undir seinna heimsbardaga, USA, Bretlandi og Fraklandi, fyri teirra íkast til sigurin móti Nazitýsklandi. Vit eru takksom fyri, at fólkini í Bretlandi, Fraklandi og USA hjáptu okkum til sigurin, segði Putin, og takkaði teimum, sum stríddust móti nazistunum í øðrum londum, millum annað í Týsklandi. Seinastu ára tíggjuni hava vit sæð royndir at skapa ein unipolaran heim við bara eini valdsmiðstøð , segði russiski forsetin. Russland brúkar ofta hesi orð til at finnast at USA, sum Russland leggur undir at stýra geopolitiskum viðurskiftum. Sovjetsamveldið misti umelið 27 milliónir hermenn og sivil undir seinna veræaldabardaga, Og tað er nógv meira samanborið við onnur lond. Meirilutin í Uttanlandsnevndini hjá løgtinginum heldur tað ikki vera ráðiligt at samtykkja at yvirtaka útlendingaøkið, áðrenn samráðingarnar hjá landsstýrinum um støðu Føroya í Schengen samstarvinum um marknaeftirlit eru lidnar. Teir tríggir andstøðuflokkarnir, Tjóðveldi, Framsókn og Sjálvstýrisflokkurin, komu í fjør heyst við uppskoti um at yvirtaka útlendingamál og marknaeftirlit. Tjóðveldi og Framsókn mæla til at samtykkja uppskotið, men skjóta upp at flyta yvirtøkudagin frá 1.januar í ár til 1.januar næsta ár. Meirilutin í Trivnaðarnevndini mælir til at strika orðini í lógaruppskotinum hjá landsstýrismaninum í heilsumálum, sum siga, at loyvt er ikki almennum stovnum at selja solariumsól til kosmetiskt endamál. Meirilutin í nevndini heldur, at í eitt nú svimjihallum er lættast at hava eftirlit við aldursmarkinum, tí lógin verður galdandi fyri fólk yngri enn 18 ár. Tey eru ikki sannførd um, at hetta lógaruppskotið fer at fáa ung til at gevast við at taka sól, tí talan er bara um eina veika signallóg, sum tey siga. Óhepna avleiðingin kann hinvegin gerast júst tann øvugta at vit nú halda, at vit hava avgreitt solariumsmálið og trygt kunnu fara víðari til onnur tilmæli í Krabbameinsætlanini. Hanus Samró og Rigmor Dam siga millum annað, at í hoyringunum í Trivnaðarnevndini kom fram, at tey, sum selja sólviðgerðir, fara ikki at gevast við at hava ómannaðar sólstøðir og fara tí heldur ikki at hava eftirlit við, at aldursmarkið verður hildið. Kristina Bærendsen gav herfyri út fløguna Nothing s Here to Stay . Fyrsta staklagið av fløguni er Johnson City , ið nú er gjørt til sjónbandalag. Sjónbandalagið er tikið upp í Nashville, tá Kristina var har yviri og tók sangin upp t il nýggju fløguna í fjør summar. Tað er Friisframe, ið hevur framleitt og upptikið. Kristina er virkin bæði heima og úti. Í Føroyum spælir hon heilt nógv, men konsertferðirnar ganga eisini javnan út um klettarnar. Tískil hevur Kristina fingið nýggja heimasíðu, ið er tøk á bæði føroyskum, donskum og enskum. Á heimasíðuni ber til at síggja nýggja sjónbandalagið hjá Kristinu og eisini aðrar framførslur hjá henni. Eisini ber til at hoyra tónleik umvegis Spotify. Seinasta kanningin er frá 2007, og tí er nýggja kanningin, sum varð handað landsstýrismanninum fríggjadagin, kærkomin, sigur landsstýrismaðurin. Arbeiðsbólkurin, sum hevur gjørt kanningina, mælir Mentamálaráðnum og landsstýrismanninum til at orða nøkur ítøkilig átøk, og at fyrstu átøkini verða sett í verk longu frá næsta skúlaári. Seinasta kanningin er frá 2007, og tí er nýggja kanningin, sum varð handað landsstýrismanninum fríggjadagin, kærkomin, sigur landsstýrismaðurin. Arbeiðsbólkurin, sum hevur gjørt kanningina, mælir Mentamálaráðnum og landsstýrismanninum til at orða nøkur ítøkilig átøk, og at fyrstu átøkini verða sett í verk longu frá næsta skúlaári. Arbeiðsbólkurin, sum hevur gjørt kanningina, mælir Mentamálaraðnum og landsstýrismanninum til at orða nøkur ítøkilig átøk, og at fyrstu átøkini verða sett í verk longu frá næsta skúlaári. Tað heldur Eivin Jacobsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, sum hevur sett Johan Dahl, landsstýrismanni, grein 52 fyrispurning um Føroya Tele. Eivin Jacobsen spyr, um landsstýrismaðurin í vinnumálum kann kunna løgtingið, um Føroya Tele hevur nakrar ætlanir um at betra um dekningin og hoyrilíkindini, tá koyrt verður á landsvegunum. Í viðmerkingunum til fyrispurningin vísir tingmaðurin á, at telenetið er ikki líka gott allastaðni. Eitt nú eru dømi um, at tað kann bróta av fleiri ferðir á strekkinum millum flogvøllin og høvuðsstaðin, sigur Eivin Jacobsen. Í 2014 fekk landskaassin 30 milliónir krónur í vinningsbýti frá Føroya Tele. Eivin Jacobsen spyr tí landsstýrismannin, um hesin peningur ikki átti at komið brúkaranum til góðar. Upprunaliga var ætlanin at arbeiðið skuldi byrja fyri tveimum árum síðani, tá gamla missiónshúsið Bethania varð tikið niður, men stígur kom í verkætlanina. Orsøkin var staðsetingin, tí Landsverk kravdi, at húsið skuldi vera 25 metrar frá landsvegnum. Síðani hava fundir verið millum stýrið fyri missiónshúsið, Eysturkommunu og landsverk, sum nú hevur givið grønt ljós til verktæanina. Torleif Justinussen, limur í stýrinum fyri Missiónshúsið, sigur við Trúboðan, at stýrið hevur ikki sett nakra freist fyri, nær nýggja húsið skal vera liðugt. Upprunaliga var ætlanin at arbeiðið skuldi byrja fyri tveimum árum síðani, tá gamla missiónshúsið Bethania varð tikið niður, men stígur kom í verkætlanina. Orsøkin var staðsetingin, tí Landsverk kravdi, at húsið skuldi vera 25 metrar frá landsvegnum. Síðani hava fundir verið millum stýrið fyri missiónshúsið, Eysturkommunu og landsverk, sum nú hevur givið grønt ljós til verktæanina. Torleif Justinussen, limur í stýrinum fyri Missiónshúsið, sigur við Trúboðan, at stýrið hevur ikki sett nakra freist fyri, nær nýggja húsið skal vera liðugt. Venjaraparið hevur arbeitt væl saman og hevur myndað felagið væl úteftir. Tað tryggjar støðufesti, sigur felagið, sum fegnast um sáttmálan. H71 gjørdist seinasta kappingarár nummar tvey í landskappingini. Men liðið gav VÍF skarpan gang í FM finalunum í apríl og tapti tepurt í báðum finalunum. Í viðmerkingunum vísir Janus Rein til myndir í Degi og Viku í Sjónvarpinum, har millum annað varð víst á ógvusligar lekar í tekjuni á háskúlanum. Tí vil Janus Rein hava at vita, hvørjar ætlanir landsstýrismaðurin hevur viðvíkjandi umvæling av Føroya Fólkaháskúla, og um landsstýrismaðurin hevur umhugsað at fara í gongd við hesa ætlan beinanvegin. 5000 fólk savnaðust til stóra tiltakið Ein dagur á grynnuni í Tórsgøtu í havn, har fólk um dagin fingu høvi at royna alskyns fisk úr havinum kring oyggjarnar. Um kvøldið vóru fleiri konsertir í sambandi við tiltakið. Treyðugt so, eingin má halda, at politiið situr hendur í favn, tí í gjárkvøldið gjørdu teir ferðmátingar millum fjarða. Fimm bilførarar vórðu tiknir fyir at koyra av skjótt. Fýra fingu klipp í koyrikorti, ein misti Bilar og akfør við útlendskari nummarplátu mugu einans vera í landinum í tríggjar mánaðir í einum 12 mánaðar tíðarskeiði uttan at rinda toll og innflutningsavgjørld. Tó kann loyvi verða givið um longri freist, um søkt verður um tað, og viðurskiftini annars tala fyri tí. Føroyingar hava fingið heilsufótbólts febur. Seinastu tríggjar vikurnar hava yvir 400 fólk teknað seg til nýggja heilsuátakið hjá Fótbóltssambandi Føroya 384 av teimum eru kvinnur. Stóra frambrotið hjá heilsufótbóltinum í Føroyum vekir eisini ans uttanlands. Heimasíðan hjá Danmarks Radio skrivar í dag um heilsufótbólts feburin í Føroyum. Magni Mohr, lektari í heilsuvísindum á Fróðskaparsetri Føroya, hevur verið við til at ment konseptið um heilsufótbólt og stendur fyri átakinum í Føroyum. Tað vísir nýggj kanning um happing, sum varð almannakunngjørd fríggjadagin. Sambært kanningini svara einans tvey prosent av spurdu næmingunum, at teir ofta uppliva, at aðrir næmingar senda særandi boð ella myndir umvegis fartelefon ella internetið. Níggju prosent siga seg hava upplivað hetta viðhvørt. Úrslitið er komið óvart á arbeiðsbólkin, sum hevur gjørt kanningina, tí happing umvegis sosialar miðlar hevur verið í stórum og skjótum vøkstri aðrastaðni samsvarandi tøkniligu menningina. Arbeiðsbólkurin dugir kortini ikki at siga, hvør orsøkin er til, at skúlanæmingar í Føroyum happa minni á sosialu miðlarnar enn næmingar í grannalondunum. Ein orsøk kann vera, at SSP samstarvið, sum er tvørfakliga samstarvið millum skúla, foreldur og myndugleikar, hevur riggað væl og hevur fyribyrgt happing, heldur Katrin av Kák frá námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, sum hevur sitið í arbeiðsbólkinum, sum hevur gjørt kanningina. Vit kunnu staðfesta, at nógvur heilivágur er upp í 40 prosent bíligari í Noreg enn í Danmark, og tað skilji eg ikki, sigur stjórin í Amgros, Flemming Sonne. Amgros hevur kannað prísin á 25 teimum dýrastu sløgunum av heilivági, sum tilsamans er helvtin av útreiðslunum hjá donsku sjúkrahúsunum. Kanningin vísir, at prísurin í miðal er 17 prosent hægri í Danmark enn í Noreg. Og gongdin er á leið tann sama higartil í ár, sigur Flemming Sonne. Í Danmark er tann avtalan galdandi, at prísurin á heilivági skal samanberast við miðalprísin í níggju londum í Norður og vestureuropa. Noreg hevur valt at áseta prísin í miðal eftir trimum av teimum níggju londunum, har prísurin er lægstur. Um Danmark hevði gjørt sum Noreg, so hevði minni av peningi verið tøkur til gransking og til at menna nýggjan heilivág, og tí er norska skipanin ikki nøkur góð fyrimynd, sigur Ida Sofie Jensen í danska heilivágsstýrinum. Ein orsøk til hækkandi prísin á heilivági í Danamrk, í mun til Noreg, er, at danska krónan er støðug, samstundis sum norska krónan er lækkað. Útreiðslurnar hjá donsku sjúkrahúsunum til heilivág hækka skjótt. Útreiðslurnar vóru 4 milliardir krónur í 2007 og vera umleið 8 milliardir krónur í ár. Gunvør Balle vísir í viðmerkingunum á, at landsstýrismaðurin hevur biðið um eykajáttan, tí útreiðslurnar til heilivág eru hækkaðar við 14 prosetnum í 2014, og útreiðslurnar væntast at hækka enn meira í 2015. Tað er staðfest, at nógvar sjúkur, sum verða staðfestar í føroyska heilsiverkinum, eru sonevndar lívsstílssjúkur. Tí undrar tað Gunvør Balle, at heilsuverkið ger so lítið fyri at vísa á ábyrgd og evni hjá fólki at fyribyrgja og møguliga lekja hesar sjúkur. Endamálið við Rúsdrekkasølu Landsins er at veita viðskiftafólkum so dygdargóða tænastu sum til ber, samstundis sum nøgdirnar av seldum rúsdrekka ikki skulu vaksa. Høvuðsvenjarin hjá besta fótbóltsliðnum hjá ÍF, Alexandar Jovevic heldur tað vera órættvíst og óheppið, at dystir í effo deildini eru í gerandisdøgum. Magni Mohr, ítróttargranskari á fróðskaparsetri Føroya ,vísir aftur, at aldurin spælir ein stóran leiklut tá tað snýr um hvíld hjá einum fótbólttspælara. Róin Schrøter, formaður í kappingarnevndini í fótbóltssambandinum, sigur, at fótbóltssambandið leggur dystirnar leygar og sunnudagar. Dart er aftur ein støðug ítróttargrein í Føroyum, hetta varð staðfest nú 63 dartspælaar spældu Tórshavn Open, undirtøkan er so mikið góð at hetta er met í hesi øldini. Høvuðsvenjarin hjá besta fótbóltsliðnum hjá ÍF, Alexandar Jovevic heldur tað vera órættvíst og óheppið at dystir eru gerandisdagar. Tað var eftir 3 0 tapið á heimavølli móti NSÍ, at Alexandar Jovevic setti orð á sína ónøgd við Rás2. Hann grundar ónøgdina á, at leikararnir frá mánadegi til og við fríggjadag hava eitt arbeiði við síðunar av fótbóltinum. Hetta ger at teir ikki eru so væl fyri at spæla eitt fríggjakvøld, sum teir eru leygar ella sunnudagar. Hann heldur ikki at tað er møguligt at geva leikarunum neyðugu hvíldina sum skal til, tá tú skalt spæla dyst í bestu fótbóltsdeildini í Føroyum og hava eitt arbeiði at røkja. Hann liggur og dansar á linjuni har ímóti endanum, bæði Christian og Ren kunnu skjóta hann inn og Ivan var ikki eingong í málinum. Men held og óheld kann man ikki snakka um. Tað endar 1 1, TB kempar gott og okur royna at fáa mál og fáa tað ikki, segði leikandi venjarin, sum sjálvur kom á vøllin í seinna hálvleiki. Hóast HB trýsti nógv síðstu løtuna fyri at fáa avgerandi málið, helt TB fast í javnleikinum, og vóru helst fegnara liðið við dystarenda. Okur kundu fleiri ferðirnar her í seinna hálvleiki tikið alt frá teimum, segði Martin Tausen við Niels Petersen eftir dystin. TB kom við javnleikinum upp á tólv stig, og teir liggja nú á sætta plássi. Um vit taka dystin fríggjakvøldið millum ÍF og NSÍ, so hevði NSÍ ongan fyrimun, tá talan er um miðalaldurin hjá leikarum og hvíld, sigur Magni Mohr, ítróttargranskari. Magni Mohr viðurkennur, at støðan ikki er optimal tá fótbóltsspælarar skulu arbeiða við síðunar av fótbóltsspælinum. Tað er ikki optimalt at smíða eini hús sama dag, sum tú skal spæla dyst. Men um leikarin er 35 ella 25 hevur einki at siga. Góð fyrireiking, rættur kostur og svøvnur er tað sum avger hvør hevur besta dagsformin. Hann heldur at uppgávan hjá venjaranum er at leggja eina ætlan til rættis og gera tað sum kann gerast soleiðis at leikararnir eru so væl fyri, sum gjørligt. Formaðurin í kappingarnevndinim, Róin Schrøter, sigur at feløgini verða hoyrd, aftaná eitt uppskot um hvussu dystirnir í Effo deildini skulu spælast. Í tí uppskotinum standa dystir sjáldan at verða spældir aðrir dagar enn leygar og sunnudag. Tá miðvikudystir skulu avgreiðast, verða teir lagdir mikudagar. Men tá dystir eru lagdir leyar ella sunnudag, so ynskja feløgini ofta sjálvi at flyta til fríggjadag, tí at møguleiki er fyri at fáa fleiri áskoðarar til dyst. Fara ikki at blanda okkum í hetta Róin Schrøter sigur at tað er vanligt at spæla fótbólt og hava eitt fulltíðarstarv í føroyum. Vit, sum fótbóltssamband fara ikki blanda okkum í hesi viðurskifti, tað er best um feløgini avgreiða slíkt, tá hoyringin av kappingini er. Alexandar Jovevic heldur ikki at dystir skulu spælast gerandisdagar, tí fleiri leikarar eru væl uppi í árunum. Magni Mohr sigur at aldur ongan týdning hevur, tá talan er um hvussu góða hvíldur tú hevur fingið. Aldur hevur einki siga Øll kunnu spæla dart, men tað er stuttligari, tá kappingarelementið er við. Tí er tað stuttligari at spæla undir skipaðum viðurskiftum og ikki sum tað er ein kjallaraítróttur. Soleiðis sigur, Heini Poulsen Hellisdal, ein av fyrirskiparunum, sum eisini hevur vakt dart áhugan aftur millum fólk. Heini Poulsen Hellisdal vónar at dart ikki aftur fer at detta niðurfyri, sum tað gjørdi beint eftir aldarskiftið. Hann trýr uppá at áhugin kann vaksa enn meira og møguliga vera verður dart líka umtøkt, sum tað var í 90 unum. Tað var ein heldur óvæntaður vinnari í einmansleikinum. Bárður Olsen og Remy G.Hansen úr ávikvist kongshavnar og havnar dartfelag vóru favorittar at vinna, serliga tí at tað bert eru 14 dagar síðani at Remy G. Hansen bleiv føroyameisari í einum teprum sigri á Bárði Olsen. Men sum kappingin lagaði seg í gjár, var tað Petur Thomsen úr Tofta dartfelag, sum vann einmansleikin og hevur tískil vunnið føroyska sætið í Copenhagen open og Copenhagen masters. 1. Annika Joensen Team Sandoy 2. Terja Ósá Klaksvíkar Dartfelag 3. Ey na Vestergaard Havar Dartfelag 3. Hanna Nielsen Havnar Dartfelag 1 Petur Thomsen Tofta Dartfelag 2 Poul W Poulsen Team Sandoy 3. Bár ur Olsen Havnar Dartfelag 3 Jens Albert Simonsen Vága Dartfelag 1 Bár ur Olsen Uni Árting HDF 2 Poul W Poulsen Hans Eivind Team Sandoy 3. Bergur Kluftá Jan Erik Fjalstein Vága Dartfelag 3. Remy G Hansen Petur Thomsen Kongshavar dartfelag Tofta Dartfelag NSÍ og B36 gjørdust stóru vinnararnir sunnudagin, hóast oddaliðini bæði ikki spældu dyst. NSÍ vann nemliga tryggan 3 0 sigur á ÍF fríggjakvøldið, og B36 gjørdi teimum kynstrið eftir við 3 1 sigri á FC Suðuroy leygardagin. So var tað upp til HB og Víking at renna aftaná, men tað megnaðu tey ikki. HB fekk bert 1 1 javnleik ímóti TB, og Víkingur noyddust heimaftur ígjøgnum undirsjóvartunnilin uttan stig eftir 3 2 tap fyri KÍ. Meirilutin í Trivnaðarnevndini mælir til at strika orðini í lógaruppskotinum hjá landsstýrismaninum í heilsumálum, sum siga, at loyvt er ikki almennum stovnum at selja solariumsól til kosmetiskt endamál. Meirilutin í nevndini heldur, at í eitt nú svimjihallum er lættast at hava eftirlit við aldursmarkinum, tí lógin verður galdandi fyri fólk yngri enn 18 ár. Tey eru ikki sannførd um, at hetta lógaruppskotið fer at fáa ung til at gevast við at taka sól, tí talan er bara um eina veika signallóg, sum tey siga. Óhepna avleiðingin kann hinvegin gerast júst tann øvugta at vit nú halda, at vit hava avgreitt solariumsmálið og trygt kunnu fara víðari til onnur tilmæli í Krabbameinsætlanini. Hanus Samró og Rigmor Dam siga millum annað, at í hoyringunum í Trivnaðarnevndini kom fram, at tey, sum selja sólviðgerðir, fara ikki at gevast við at hava ómannaðar sólstøðir, og fara tí heldur ikki at hava eftirlit við, at aldursmarkið verður hildið. Lógin verður eftir øllum at døma ikki broytt, tí vit hava eisini havt kava í mai mánaði. Bilførarar kunnu tryggja seg í ferðsluni, um tað er kavi ella hált eftir 1 mai, tí tað finnast onnur dekk, sum eru minst líka góð, um ikki betur. Eftir lógini, so skulu løgreglufólkini geva bilføranum 500,krónurí bót, um hann koyrir við píkadekkum eftir 1.mai. Men tó so ber eisini til hjá løgreglufólki at stinga fingurin í jørðina. Í sendingini verða brot úr størri og smærri kór og orkesturverkum spæld við íblástri frá gestinum hesa ferð, Steinvør Fonn, sum hevur valt at, vit skulu hoyra Sanctus úr Mozart Requiem. Felagsnevnarin fyri hesa sendingina er, at tónleikurin er skrivaður fyri solo blásiljóðføri saman við orkestri, klaveri ella øðrum undirspæli. Solo ljóðførini eru fatottin, trombonin og franska hornið. Tónleikur eftir Wolfgang Amadeus Mozart, Steven Verhelst og Eric Ewasen, Paul Dukas og Leonard Bernstein. Enn ber ikki til at siga, nær brúgvin verður tikin í nýtslu, tí fyrst skulu bygginevndin og borgarstjórin kunnast um málið, sigur Boði Haraldsson, býarverkfrøðingur í Havn. Ringa veðrið í vetur er ein orsøk til seinkingina, og arbeiðstakarin fær nakrar dagar góðskrivaðar fyri vánaligt veður, sigur hann. Brúgvin og vegagerðin í sambandi við brúnna fara at kosta útivið 90 milliónir krónur tilsamans. Rundkoyringarnar kosta góðar 14 milliónir og brúgvin góðar 73 milliónir krónur. Eitt uppskot hjá Tjóðveldi um at taka alt fiskivinnutilfeingið til lands verður neyvan samtykt hesaferð heldur, hóast tingið fleiri ferðir seinastu árini hevur viðgjørt líknandi mál. Samgonguflokkarnir í vinnunevndini siga, at einki er at ivast í, at stór virði fara fyri skeytið, tí partur av fiskinum verður tveittur aftur í havið. Men Alfred Olsen, Bjarni Djurholm, Janus Rein og Hanus Samró vísa á, at hetta er partur av fiskivinnunýskipanini, sum samgongan arbeiðir við, og tí tekur meirilutin ikki undir við málinum, men mælir tinginum frá at samtykkja tað. Kristian, ið er føddur og uppvaksin í norður Jútlandi, greiðir millum annað frá síni bakgrund og frá tíðini, áðrenn hann flutti til Tvøroyrar við føroysku damu síni og børnum teirra. Eisini greiðir Kristian frá søguni um Froðbiar Sóknar Blues Orkestur, eins og fleiri sangir av debut fløguni verða spældir í sendingini. Faroese Tales, er ein altjóða talentlega fyri ungar filmskaparar. Snúningsdepilin í leguni er at skapa føroyskar søgur, sagdar av norðurevropeiskum filmskaparum í samstarvi við føroyskum framleiðarum. Endamálið er at gera 6 ítøkiligar filmar, sum verða nýttir sum motorar við tí endamáli, at geva luttakarunum eitt altjóða fakligt netverk, og seta á stovn og menna ítøkilig samstørv millum framleiðarar og leikstjórar frá Norðurevropa. Talentlegan er ætlað ungum dokumentaristum, klipparum og framleiðarum millum 20 og 30 ár. Legan verður í Føroyum, 3 vikur í juli 2015. Við eru 6 dokumentaristar, 3 klipparar og 8 framleiðarar frá ávíkavist Føroyum, Svøríki, Noregi, Týsklandi, Danmark og Írlandi. Stevnumiðið er, at filmsskapararnir á leguni framleiða 6 stuttar dokumentarfilmar um Føroyar, sum liva víðari á filmfestivalum, á sosialu miðlunum, í sjónvarpi og í sersýningum í luttakandi londunum. Áðrenn uppboðið varð sett í gongd, hevði ákæruvaldið roynt at fingið fatur á russsiska bankanum, sum hevur veðhald í skipinum, og roynt hevur eisini verið at fáa samband við bústjóran, men tað eydnast ikki, møguliga tí trotabúgvið er uppgjørt. Ros varð saman við einum øðrum skipið tikið fyri ólógligan fiskiskap undir Føroyum á sumri 2008. Skipararnir fingu 100.000 krónur, í bót í part, umframt at hald varð lagt á veiðu og reiðskap. Ákæruvaldið metti, at tað var nóg mikið at leggja hald á annað skipið, tí tað kundi tryggja at bótin varð goldin, og at peningur fekst fyri tað, sum hald varð lagt á. Finn Ougaard, varafúti, segði í samrøðu við Útvarpið í 2010, at ákæruvaldið kennir seg lumpað í málinum. Vit vóru ov góðtrúgvin, tá vit lótu hitt skipið fara av landinum við veiðu og útgerð, sigur Finn Ougaard. Í hesum 9. parti verður hoyra vit um nær gongustjørnur hava lofthav ella atmosferu. Og spurningurin um hvaðani oxygenið í lofthavinum stavar verður viðgjørdur. Eisini verður sagt frá hvussu fyrstu frástøðurnar til stjørnurnar umsíðir verða roknaðar. Um hvussu Thomas Wright sum tann fyrsti lýsti skapið á vetrarbreytini, og um Messierskránna, sum Charles Messier gjørdi at seta knattstøður á halastjørnur. Og um Herschelfólkini og teirra stóru kikarar og teleskop, sum gera tey før fyri at eygleiða enn neyvari stjørnur og stjørnuhópar. Og at rokna hvussu langt burtur tær eru frá hvørji aðrari. Bessel er fyrstur rokna fjarstøðu við at mála parallaksan hjá einum himmalknøtti. Tølini gerast stór, og av tí sama verður tosa nógv um hvussu stórur alheimurin í veruleikanum er. Tølini tala, hóast ringt er at fata støddina og fjarstøðurnar. Tað stóra kjakið um fjarar stjørnur og um stjørnutokur eru partar av vetrarbreytini ella liggja uppaftur longri úti í rúmdini eru tvey sjónarmið sum dúgliga verður kjakast um. Einastu ráð eru at byggja størri kikarar. Nýggja tøknin at taka myndir, er sera áhugaverd. Nú ber til at sammeta um knøttirnir hava flutt seg í mun til hvønn annan. Henrietta Swan Leavitt finnur ein rúmdarmálistokk, ið kallast cepheidur, ið er grundaður á tá stjørnur sýnast at blinka. Edwin Hubble loysir gátuna um tað stóra kjakið, og flytur rúmdarmørkini út um vetrarbreytina. Hann tekur myndir í hópatali, og arbeiðir við heimsins stórsta kikara, tá tað eydnast honum at taka avgerandi myndina. Andromedatokan er ein av fleiri stjørnubreytum langt úti í rumdini. Tølini eru øgilii, og fjarstøðurnar eisini. Stjørnubreytir hava eisini ymisk skap, summar eru avlangar, elliptiskar, aðrar eru rundar og uppaftur aðrar eru sum spiralar. Í samband við sólarmyrkingina, ið er 20.mars 2015 senda vit bókina Rúmdin almenn stjørnufrøði sum Pól Jespersen hevur skrivað. Nám gav bókinina út í 2012. Pól Jespersen lesur sjálvur og tillagar bókatekstin til upplestur. Í samband við sólarmyrkingina, ið er 20.mars 2015 senda vit bókina Rúmdin almenn stjørnufrøði sum Pól Jespersen hevur skrivað. Nám gav bókinina út í 2012. Pól Jespersen lesur sjálvur og tillagar bókatekstin til upplestur. So eydnaðist tað hjá Sundalagsmonnum. EB Streymur vitjaði í gjár AB á Argjum, og fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum vann EB Streymur øll trý stigini. Føroysku spælararnir í Amager Volleyball Klub fingu nógv burturúr, hóast liðið mestum onga mótstøðu hevur fingið í næstbestu deildini í Danmark. Næsta ár skulu tær spæla í bestu deildini. Kappingin verður munandi harðari, men tær ætla kortini at halda fram í felagnum. B36 vann fyri aðru ferð hetta kappingarárið trupla útidystin móti FC Suðuroy á Eiðinum í Vági. Eins og seinast liðini hittust, fóru føroyameistararnir norður aftur við einum 3 1 sigri. Mótstøðuføra bakterian VRE herjar á Landssjúkrahúsinum í løtuni, og tamarhald er ikki á støðuni, ásannar William Smith, smittuserfrøðingur. Í Klaksvík spældu KÍ og Víkingur. Ein sigur var ein krav fyri bæði liðini, men við einum 3 2 sigri togaði KÍ seg upp á javnt við Víking. Og fyri Víking merkti tapið, at teir mugu gloyma alt um toppstríð og heldur seta sær fyri at røkka topp fýra, sigur venjarin. Lógaruppskotið um broytingar fyri arbeiðsloysistrygging og arbeiðsloysisstuðul, sum er til aðru viðgerð í løgtinginum í dag, gevur ALS víðari heimildir at krevja av fólki, at tey skulu møta til arbeiðsfremjandi átøk, sum ALS skipar fyri. Meirilutin í Uttanlandsnevndini hjá løgtinginum heldur tað ikki vera ráðiligt at samtykkja at yvirtaka útlendingaøkið, áðrenn samráðingarnar hjá landsstýrinum um støðu Føroya í Schengen samstarvinum um markaeftirlit eru lidnar. Tí fara samgonguflokkarnir í Uttanlandsnevndini at mæla løgtinginum til at fella uppskotið hjá Tjóðveldi, Framsókn og Sjálvstýrisflokkinum um at yvirtaka útlendingamál og marknaeftirlit. Tað var stuttligt, so leingi tað vardi. Tað var niðurstøðan hjá spælarum og nevndarlimum eftir steypadystin hjá ÍF Føroyum, sum er komið munandi longur í steypakappingini, enn nakar hevði væntað. Máláhugaði Sonne Smith royndi at eggja fólki at spæla eitt sindur við málið, og ikki gera tað stirvi. Hann brúkti tummulfingraregulin, sum er it is good, if it sounds good . Hoyr fleiri góð ráð og eisini okkurt ivamál um okkara góða og vakra mál. Hvítusunnuaftan og 2. hvítusunnudag frá klokkan13 til 17 verður Søren Bernsted, chefkonservator, frá Kunstkorserveringen í Danmark á Listasavni Føroya. Talan er um átak, ið Listasavn Føroya ókeypis bjóðar privatfólki, og har Søren Bernsted metur um í hvørjum standi listarverkini eru í og hvat møguliga skal gerast við tey. Erling Joensen hevur altíð búð í Elduvík og her dámar honum allar best. Elduvík er ein gomul bygd, og Erling greiðir frá ymiskum viðurskiftum í heimbygdini. Eitt nú sagnirnar um Anfinn bónda. Frida M. Reyná hevur Bindistovuna í Elduvík, sum hevur væl vitjaðan profil á Facebook. Hon sendir stokkar, knappar, nálir og annað kring alt landið. Effie Campbell úr Havn og Jógvan Joensen í Elduvík vóru forlovað, tá Effie miðskeiðis í sekstiárunum var lærari í Elduvík í trý ár. Tá hon so flutti aftur til Havnar, kólnaði teirra millum. Ein myndaframsýning í Elduvík bar í sær, at tey í 2011 hittust aftur og úrslitið varð, at tey hálvan triðja mánað seinni vórðu gift í Havnar kirkju. Effie var 69 ár og Jógvan 72. Bóndahjúnini Frida M. og Poul Johannes Reyná eru einastu hjún í Elduvík við børnum. Um summarið taka tey ímóti stórum ferðaløgum, sum koma til Elduvíkar. Tey eiga nú fimm børn. Tað elsta er 19 ár og eftirnølarin Fríði er átta mánaðir. Niðri í tí stórslignu gjónni í Elduvík hitta vit 83 ára gamla Malvinus Reyná, sum hevur verið bóndi í Elduvík í mong ár. Hann hevur nógv góð minnir úr gjónni. Bjarni Garðshorn er ógviliga fittur í hondunum, og hann hevur bæði broderað, bundið og perlað nógv vøkur ting, sum hann vísur okkum. Nú dámar honum best træskering. Í skúlanum í Elduvík er áhugaverd myndaframsýning, har øll fólkini, ið eru ættað úr Elduvík, eru við. Dánjal Martin Hansen og Bjarni Garðshorn hava tikið stig til framsýningina. Áðrenn kirkja kom í Elduvík, var skúlin eisini bønhús. Longda livitíðin er orsøkin til, at talið av sjúklingum veksur so nógv næstu 10 árini, skrivar Aarhus Universtietssjúkrahúsið í tíðindaskrivi. Talið stavar frá nýggjari kanning, har altjóða granskingarbólkur, saman við universitetssjúkrahúsinum og lærda háskúlanum í Aarhus, hava kannað upplýsingar um sjúklingar og talið av andlátum orsakað av cystiskari fibrosu gjøgnum 4 7 ár fram til 2009. Hesar hava tey brúkt til at roknað væntaða talið av børnum og vaksnum við sjúkuni fram til ár 2025. Í flestu vesturlondum veksur talið av vaksnum við Cystiskari Fibrosu við 78 prosentum. Hetta talið er í eystanlondum 40 prosent fyri børn og vaksin. Hanne Vebert Olesen, yvirlækni við Aarhus Universitetshospital, sigur í tíðindaskrivinum, at eingin ivi er um, at neyðugt er við eyka midlum til vaksnu cystisk fibrosu sjúklingarnar. Haraftrat eru eisini nýggir viðgerðarhættir á veg, sum væntandi hækka livialdurin skjótari. Nýggja grindalógin, sum landsstýrið ætlar at seta í verk, fer at lova politinum at halda fólki aftur í meira enn 24 tímar, áðrenn tey koma fyri ein dómstól. Hetta er greitt í stríð við grundlógina og rættargangslógina, sigur Bjørn á Heygum, advokatur, sum er ørkymlaður av uppskotinum hjá landsstýrinum. Nú fáa vit betur møguleika fyri at hitta øll tey sum eru arbeiðsleys og fáa tey út aftur á arbeiðsmarknaðin, sigur Magni á Deild Olsen, stjóri í ALS. Ætlanin at taka av farloyvisskipanina hjá ALS er afturstig, tá vit hugsa um at skapa rúmligan arbeiðsmarknað. Tað sigur Føroya Pedagogfelag í skrivi til fjølmiðlarnar. Vit hava í mong ár tosað um, hvussu arbeiðsmarknaðurin kann gerast meiri rúmligur. Tí er tað ikki sørt undrunarvert, at løgtingið nú ætlar at taka av skipan, sum loyvir fólki, sum ynskja tað, at taka ein steðg í arbeiðslívinum, og at arbeiðsleys samstundis sleppa inn aftur á arbeiðsmarknaðin eitt tíðarskeið, sigur Jógvan Philbrow, formaður í pedagogfelagnum í tíðindaskrivinum. Fyri tann sum sleppur í farloyvisstarv, kann tað merkja, at hann fær skapt sær lívsneyðugt tilknýti til arbeiðslívið aftur og tað má vera samfelags gagniligt, um nakað er, heldur hann. At taka av ella broyta Als farloyvisskipanina er eitt vánaligt hugskot, tí farloyvisskipanin hjá Als hjálpir langtíðararbeiðsleysum út í arbeiðið aftur, skrivar felagið í tíðindaskrivi til fjølmiðlarnar. Tað eru serliga tilkomnar kvinnur í ávísum økjum í landinum, sum vera hart raktar sambært Samtaki, og feløgini í Samtaki mæla løgtinginum staðiliga frá at avtaka ella broyta skipanina um farloyvi, tí hon er við til at hjálpa fólki út aftur á arbeiðsmarknaðin, skrivar Samtak í tíðindaskrivinum. Tað er heitið á átakinum, sum felagsskapurin Sea Shepherd fer undir í Føroyum í summar, boðaði felagsskapurin frá fyri løtu síðani í fráboðan á heimasíðuni, seashepherdglobal.org Felagsskapurin, Sea Shepherd, hevur ætlanir um at hava fólk á bæði landi og á sjógvi, eins og tey gjørdu í 2014, nú felagsskapurin ætlar at gera enn eina roynd at steðga grindadrápinum. Okkara fólk fara at gera alt, tey eru ment innan lógarinnar karmar, so hvalir ikki verða dripnir í summar, sigur Alex Corneliessen, skipari og talsmaður hjá Sea Shepherd, í fráboðanini. Landsstýrið ætlar at seta í verk nýggja grindalóg, ið fer at loyva løgregluni at halda aftur fólki, ið koma til landið at órógva grindadrápið, í meira enn 24 tímar áðrenn tey koma fyri ein dómstól. Hetta er greitt í stríð við grindalógina og rættargangslógina, segði Bjørn á Heygum, advokatur, í samrøðu við sjónvarpið mánakvøldið. Uppskotið um at broyta verandi grindalóg kom í Løgtingið eftir umfatandi virksemið hjá Sea Shepherd í fjør summar, tá fólk hjá felagsskapinum vórðu handtikin fyri at órógva grindadrápið. Nevndin, sum varð vald á aðalfundinum 24.apríl, skipaði seg í gjár. Jákup Egholm Hansen heldur fram sum næstformaður. Hini í nevndini eru Arni D. Brattaberg, Ingeborg Godtfred, Jan M ller og Annika Waag. Atlantic Airways minti í síðstu viku landsstýrið á, at málið um nýggjan sáttmála millum partarnar um tyrluflúgving hevur skund, tí Atlantic Airways skal skriva undir sáttmálan um tvær nýggjar tyrlur í seinasta lagi fríggjadagin. Er sáttmálin um tvær nýggjar Augusta tyrlur ikki undirskrivaður 15. mai, fer hvør tyrla at kosta 650 túsund evrur meira, so báðar tyrlurnar kosta góðar 9,7 milliónir krónur meira, skrivar Atlantic Airways í telduposti til landsstyrið. Løgtingið skal atkvøða um uppskotið hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum um nýggjan sáttmála millum landsstýrið og Atlantic Airways í dag. Av 20 túsund mátingum í einum stórum fólkabólki, høvdu átta prosent D vitamininnihald í blóðinum sum var omanfyri 125 nanomol fyri liturin. Heimasíðan skrivar, at tað er rímiligt støði fyri flestu menniskju, og er gott fyri fólk, sum líða av beinbroyskni ella nýrasjúku. Bara eina ferð í 10 ár, meðan granskarar hava gjørt kanningina, hava teir sæð ein tilburð av D vitamin eitran, stendur í kanningini, sum ScienceDaily hevur endurgivið burtur úr. Ein eldri amerikanari hevði ikki hildið tilráðingarnar um dagliga at eta 100 mikrogramm av D vitamin, og hevði í staðin etið 1.250 mikrogramm. D vitamin støðið hjá sjúklinginum var 910 nanomol fyri liturin. altso 9 ferðir so høgt, sum tilráðingini mælir til. Granskarar frá Mayo Clinic í USA leggja dent á, at læknar skulu fylgja við, hvussu nógv D vitamin sjúklingurin tekur, so hann ikki etur ov stórar nøgdir. Men, leggja granskararnir dent á, tað hevur týdning, at fólk, sum mangla D vitamin, eta ískoyti, og at nógv bendir á, at tú skalt eta nógv D vitamin ískoyti, áðrenn tað verður vandamikið. Hetta er greitt prógv um, at D vitamin eitran telist millum sjáldsamastu medisinsku fyribrigdi, og tá tað hendir, er tað ein tilvitað handling at taka stórar nøgdir av D vitaminum, skrivar Michael F. Hollick, professari í medicini, fysiologi og biofysik við Boston UniversitySchool of Medicine, í grein, sum eisini lýsir arbeiðið hjá granskarunum. Granskararnir greinaðu dátu, sum vórðu savnað í tíðarskeiðnum frá 2002 til 2011 frá sjúklingum í eini verkætlan, sum savnaði inn heilsuupplýsingar frá íbúgvunum í Rochester økinum. Fosturforeldraskipanin leitar í løtuni eftir fosturfamiljum familjum, ið kunnu taka sær av einum barni í styttri ella longri tíðarskeið. Tey fólkini, sum blíva fosturforeldur, skulu eitt nú hava reina revsiváttan, skulu hava fíggjarviðurskiftini í lagi, og somuleiðis skulu bústaðarviðurskiftini verða í lagi, sigur Hallbjørg Lamhauge, sum er leiðari á Fosturforeldrasamskipanini. Harafturat er neyðugt, at tú hevur tíð og yvirskot til at taka eitt barn inn í títt heim, tí tað kann stundum vera krevjandi at fáa eitt fosturbarn, og tú skalt samskifta við myndugleikarnar og avvarandi hjá barninum, sigur Hallbjørg Lamhauge. Tað hevur verið ein stór gleði at kunna hjálpa hesum børnunum og fáa eitt tætt samband við tey, sigur Birna Gunnarsson, sum sjálv eigur tvey børn. Tað ávirkar alla familjuna, tá eitt fremmant barn kemur inn í heimið, og hóast tað kann vera avbjóðandi, so hava vit øll sum heild verið ómetaliga glað fyri tey børnini, sum vit hava verið fosturfamilja fyri, sigur Birna Gunnarsson. Arbeiðið at gera samferðsluhavn á Eiðinum í Svínoy fer at kosta næstan tvær milliónir krónur meira enn Landsverk metti, um tað ikki eydnast Landsverki at fáa kostnaðin niður. Atløgusíðan á Krambatanga skal leingjast. Har kom bara eitt tilboð, góðar 3,2 milliónir krónur Játtanin til hetta arbeiðið er tríggjar milliónir, skrivar Landsverk Meirilutin í Uttanlandsnevndini, samgongan, mælir tí løgtinginum frá at atkvøða fyri uppskotinum hjá Tjóðveldi um at Føroyar søkja um limaskap í EFTA og á tann hátt sleppa upp í EBS samstarvið millum EFTA og ES. Sambært nevndarlimunum hjá samgonguni í Uttanlandsnevndini eru góðar vónir um, at nýggj avtala millum Føroyar og ES fæst í næstum. Meirilutin heldur tað ikki vera rætt at arbeiða við EFTA limaskapi og møguleika fyri at gerast partur av EBS avtaluni, samstundis sum arbeitt verður við at bøta um verandi avtalu við ES. Mánadagin handtóku makedónsku myndugleikarnir 30 fólk, eftir skotbardagarnar um vikuskiftið í Kumanova har norðuri í landinum. 14 løgreglufólk og 8 herfólk lótu lív, og 37 fólk vórðu løstað. Tey handtiknu kunnu vænta at verða ákærd fyri yvirgang. Spenningar eru millum makedónar av albanskum uppruna og meirilutan, ið er av slavisk makedónskum uppruna. myndir AP Hetta er fjórða árið á rað, at Føroyar eru við. Samstundis er hetta ein liður í leikaramenningini, har BSF hevur vælt at geva fremstu leikarunum úr teimum ymisku aldursbólkunum møguleikan at verða við í Danish Junior Open. Dúgliga hevur verið vant fram ímóti kappingini, ið hilnaðist heilt væl í fjør, tá føroysku leikararnir vunnu trý gull og sjey silvur Mona Rasmusdóttir, ÍF Jensa Tórolvdóttir, ÍF Sissal Thomsen, HBF Ari Nandy, MBF Dann Fróðason, MBF Barður á Reynatrøð, ÍF Ari M. Jacobsen, KBF Serliga eru tað spurningar, sum hava við lønir og eftirlønir hjá føroyingum uttanlands, sum eru orsøkin til økta trýstið á TAKS. Fyrispurningarnir eru so nógvir, at neyðugt hevur verið hjá TAKS at seta tvey fólk aftrat í starv at umsita lógina. Eyðun Mørkøre er stjóri á TAKS Hann vísir á, at umsitingarútreiðslurnar hjá ALS eru hækkaðar munandi seinastu árini, hóast arbeiðsloysið er minkað. Útreiðslurnar hjá ALS eru hækkaðar úr 6 milliónum krónur í 2008, upp í 15 milliónir krónur í fjør. Tí er neyðugt við øðrum broytingum, og tí mælir hann frá at samtykkja uppskotið frá Jóhan Dahl, landsstýrismanni um broytingar í ALS Tað sigur meirilutin í Fíggjarnevndini, sum mælir tinginum frá at strika tær tríggjar milliónirnar, sum eru í fíggjarlógini til almenna partafelagið. Í uppskotinum um eykajáttanarlóg, sum tingið fer at atkvøða um í dag, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, at skipið skuldi fíggjast við gjøldum frá tilfeingisvinnuni. Men tá fíggjarkarmurin varð viðgjørdur í mars í ár varð staðfest, at hendan ætlan er slept, tí tilfeingisgjøld eru ikki markað til at fíggja havrannsóknarskip. Ætlanin er framvegis at seta á stovn alment partafelag at byggja havrannsóknarskip. Tí eigur landsstýrismaðurin at koma við uppskoti um partafelagið á ólavsøku í ár. Meirilutin í Fíggjarnevndini heldur tað vera óheppið, at landsstýrismaðurin broytir tilmæli frá Fíggjarnevndini, sum løgtingið hevur samtykt. Í uppskotinum um eykajáttanarlóg, sum er í tinginum, biður Mentamálaráðið um 600.000 krónur til at fáa ljóðviðurskiftini og onnur minni brek rættað í ítróttarhøllini í Traðardali, so høllin endaliga verður avhendað Sandoyar skúlasambandi. Men hetta dámar Fíggjarnevndini lítið. Hon vísir á, at upprunaliga ætlanin við verklagslógini um høllina var, at heimild varð fingin til at byggja eina ítróttarhøll í Sandoynni. Síðani skuldi Sandoyar skúlasamband yvirtaka høllina. Kortini tykist tað sum byggjaríið heldur fram aftaná at alt tað var bygt, sum heimilað var í verklagslógini. Treytin hjá Fíggjarnevndini er, at Sandoyar skúlasamband tekur við ábyrgdini av høllini soleiðis sum grundarlagið var undir verklagslógini. Nú ber til at lesa víðari frá eini bachelor í søgu og samfelagsfrøði. Frammanundan bjóðar Fróðskaparsetrið eina bachelor útbúgving í , søgu, politikki og umsiting ella sosialvísindi og samfelagsplanlegging. Men útboðið av hægri útbúgvingum hevur ikki verið stórt og allarhelst er ein stórur eftirspurningur at fara undir hægri lestur í føroyum. Útbúgvingin verður kallað masterlæra og er ein samfelagsvísindalig masterútbúgving í søgu, politikki og umsiting, og sosialvísindi og samfelagsplanlegging. Gestur Hovgaard, útbúgvingarleiðari, sum varðar av hesi útbúgvingini sigur at søgu og samfelagsdeildin leggur skinnarar meðan tokið koyrir. Og tí kemur hendan útbúgvingin kanska eitt sindur óvæntað, og bert seks vikur áðrenn freistin er at søkja. Men soleiðis eru umstøðurnar bara, og vit mugu hava eitt breitt úrval av hægri lestri í føroyum hóast tað eru lutfalsliga fá lesandi. Hoyr Gest Hovgaard greiða frá útbúgvingini omanfyri. Familjur, ið eru undir fátækramarkinum, skulu kunna fáa upp til 1500 krónur sum ískoyti fyri hvørt barnið, og eitt fátækramark skal ásetast við kunngerð. Kjak í kvøld millum Sirið Steenberg, tingkvinnu fyri Tjóðveldi, og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, tingkvinnu fyri Fólkaflokkin. Petur kendi seg óvanliga listarliga strimbraðan í fjør. Ovuríðin fór hann í holt við tvær tónleikaútgávur umframt eitt yrkingasavn alt hvørt um annað. Saman við Knút Háberg Eysturstein mannaði hann Tuxedo Rebels og saman við Benjamin Petersen bólkin AVE. Burturúr hesum verkætlanunum komu tvær plátuútgávur. Og harumframt legði Petur eisini úr hondum yrkingasavn Opus 6 ein symfoni fyri æðrar. Bæði yrkingasavn og plátuútgávur fingu góð skoðsmál. Plátan AVE vann fleiri heiðurlønir á árliga FMA tónleikatiltakinum í Norðurlandahúsinum í mars í ár. Men bara annar av AVE monnunum var hjástaddur í Norðurlandahúsinum. Hin Petur Pólson takkaði fyri heiðurin av sjúkralegu á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn. Petur Pólson er í dag sjúkrameldaður. Honum er álagt at seta ferðina munandi niður, men hann arbeiðir kortini framvegis við tónleiki og list nú í smáum. Tað heldur Gunnar í Liða, sum heldur fram sum formaður í nevndini, hóast hann bara var tvær atkvøður frá at fella á nevndarvalinum herfyri. Spurningur 1. Góðu tit í ALSO Vit eru ein familja í eini bygd í Føroyum. Eg og kona mín eiga fleiri børn og hava verið gift í 18 ár. Eg hevði ein sera truplan uppvøkstur. Mamma mín doyði tá eg var smádrongur og heilt skjótt aftaná giftist pápi mín uppaftur við eini kvinnu, ið ikki var góð við meg og mínar tríggjar systrar. Hon bukaði og slóg og páførdi okkum bæði fysiskt og psykiskt vold. Pápi mín og fosturmamman fingu nøkur børn saman. Tær tríggjar heilsystrarnar hjá mær rýmdu av landinum so skjótt tær vóru nóg gamlar til tað og hava búð uttanlands síðani. Tær vitja sjálvan í Føroyum. Alt okkara lív var ein sjónleikur. Út at til sá alt gott út, men heima var alt tað reina kaos. Pápi var ongantíð heima, tá fosturmamman bukaði okkum, og vit slatraðu ikki. Fyri nøkrum árum síðan orkaði eg ikki longur at lata sum einki. Eg fortaldi pápa mínum um mín trupla uppvøkstur. Hann vildi ikki lurta eftir mær og sigur, at tað passar ikki. Síðani tá hevur einki samband verið við fosturmammuna, pápa mín og við teirra felags børn, og treytin fyri at fáa samband aftur er, at eg taki alt í meg aftur, sum eg havi sagt. Tað kann eg sjálvsagt ikki eg má standa við sannleikan. Ná, men nú til tann aktuella trupuleikan eitt av mínum hálvsyskum skal giftast í summar. Eg og familjan verða sjálvsagt ikki boðin við til brúdleypið, men tað verða mínar heilsystrar. Tær hava ongantíð konfronterað teirra uppvøkstur og eru faktiskt bara rýmdar frá tí heila. Tær eru í tí trupuleika, at um tær koma at vitja okkum, so fáa tær trupuleikar við fosturmamuna og síðani eisini við pápa okkara. Tær vilja hava slættan sjógv við tey. Eg vil fegin, at tit umrøða fylgjandi spurningar 1. Hvussu halda tit at eg skal fyrihalda meg yvirfyri teimum Eg vil so fegin síggja tær, meðan tær eru í Føroyum og brúka tíð saman við teimum og teirra familjum. 2. Fólk fara sjálvandi at undra seg hví vit ikki eru í brúdleyp. Hvat skal eg fortelja fólki 3. Til síðst ynski eg at hoyra tykkara meining um, hvat eg skal fortelja mínum egnu børnum um, hví abbi teirra ikki ynskir at síggja tey Tað er bara okkara elsta barn, sum minnist hann, og hann spyr javnan eftir honum og er keddur av og skilir ikki, hví abbin ikki vitjar okkum, og vit ikki vitja hann. Takk fyri svar Vinarliga Black Sheep Spurningur 2. Hey Also Vit eiga 4 vaksin børn, sum ikki búgva heima meir. Tey hava egin hús, maka og børn, og fyri ikki at gloyma, góð størv. Men hvørt vikuskiftið koma tey til okkum, og tad er ein byrða fyri okkum. Vit elskað okkara børn lat ongan iva vera íð tí. Men vit sakna okkum sjálvi sum par, har bara vit bæði eru. Vit sakna eisini at okkara børn, kundi funnið útav at bjóðað okkum út, at hildið páskir ella jól hjá teimum, so eg og konan sluppu frá at standa í køkinum og gera mat. Hvat er galið við teimun ungu í dag. Tey skunda sær hvørt vikuskiftið undir reyvuna á okkum. Vit eri so móð og troytt av tí. Vit vera ikki spurd eftir, um vit eru heima ella hava planir. Vit føla okkum fremmand í okkara egna heimi. Hava altíð hjálpt teimun við øllum tí, vit kunnu, men tað síggja tey ikki. Okkara svigarbørn liggja í sofuni og sova ella sita bara og geispa uppi yvir okkum. Tað er ein onnur sjónvarpsstova í húsinum, so tey hava eisini tað valið, at fara fyri seg sjálvi, men nei takk, vit fáa ikki eitt kvøld frið til okkum sjálvi. Er tað so livandi galið, at vit sum foreldur bara skulu tiga og samtykkja Hava sagt tað við tey við penum tónum, men nú vænti eg, at eg eri um at bresta. Góði tit í panelinum gev okkum eini góð ráð Kh Eitt stúrið par Spurningur 3. Til Also panelið, Vit eru eini hjún, sum fluttu út á bygd fyri nøkrum árum síðani og hava síðani fingið 3 børn, sum nú eru í skúlaaldri. Eg eri úr Havn, men vegna serligar umstøður, fluttu vit út á bygd. Bæði maður og børn stórtrívast her, men ikki eg eri ongantíð fallin ordiliga til. Eg droymi um at sleppa aftur til Havnar at búgva. Maðurin hevur ikki verið serliga heitur fyri tí, men hann sær, at eg mistrívist her, so nú byrjar hann at umhugsa at flyta. Og so eru tað børnini, sum hava so nógv vinfólk her. Og tá eg hugsi um tey, fái eg ilt í hjarta, at tey skulu flyta so langt vekk frá teimum. Er tað ógvuliga egoistiskt av mær at fáa familjuna at flyta til Havnar Ella skulu vit bíða eini 10 ár til børnini eru liðug í fólkskúlanum Eg fái kuldagísningar av at hugsa um, at eg skal verða her so leingi. Men hvat skal eg gera Trupulleikin er eisini, at í øll hesi árini, vit hava búð her, eru húsini í Havnar økinum blivin so dýr, at eg veit ikki, um vit hava ráð at flyta. Kundi so gott hugsað mær, at fingið svar frá Also panelinum. vh frustrerað mamma og kona Spurningur 4. Góða Also panelið Her kemur eitt fyribrigdi, ið eg havi hugsað um í longri tíð, og sum eg haldi er sera løgið. Men spurningurin er so um, tað eisini er ein trupulleiki Eg starvist á eini stórari fyritøku, har tað ofta kemur fyri at starvsfólkið eru til størri og minni fyrilestrar, skeiðir og fundir. Og til fundirnar ella skeiðvirksemi sita næstan altíð summar kvinnur og binda. Hetta hevur altíð tøkst fyri mær ein sjálvfylgja, tí tað er nakað serføroyskt yvir tí, og eg bindi eisini nógv sjálv í mínari frítíð, men eg eri farin alsamt meira at hugsa um hetta sømir seg so væl. At tað kann virka órógvandi ella beinleiðis ófólkaligt yvirfyri røðaranum ella skeiðshaldaranum, at tað sita 15 20 bindikonur og klikkja leyst á stokkarnar á fremsta raði. Nógvar hyggja heldur ikki upp og tykjast at verða langt burtur í øðrum hugaheimi. Um onkur situr við eini mobiltelefon ella fonglast við einum ella øðrum, so verður hetta alt fyri eitt viðmerkt og stegða. Men bindikonurnar eru undantiknar. Tað er serliga, tá vit hava vitjan uttanlanda, at hetta fyribrigdi gerst týðuligt. Útlendingarnir hava sera ilt við at hugsavna seg, tá stokkarnir leika í á fremsta bonki, og í summum førum, sær man, at teir gerast irriteraðir og standa spyrjandi. Er hetta ein ósiður, ið vit hava ringt við at fyrihalda okkum til, ella skal man bara lata tað fara Hvat halda tit Blíðar heilsanir Ein bindikona Klokkan trý korter til níggju fer Trivnaðarnevndin at viðgera uppskotið um 1.500 krónur í barnaískoyti, sum formenninir í teimum fýra andstøðuflokkunum løgdu fram. Trivnaðarnevndin hevur biðið umboð fyri felagsskapin Í menniskjum góður tokki , Frelsunarherin og Samtak, Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum saman við fólki í Hagstovuni og Anniku Olsen, landsstyriskvinnu í almannamálum, saman við fólki í Almannaverkinum koma á fundin fyrrapartin. Um álit verður skrivað um uppskotið, verður tað lagt fram í dag. Av tí at andstøðan eigur uppskotið, er samgongan ikki so hugað glaðbeint at taka undir við tí. Samgongufólk hava sagt, at til ber at hjálpa fólki, sum ikki hava so nógvar pengar, á annan hátt enn at geva teimum barnaískoyti. Millum annað er bústaðarískoyti nevnt, tí oftast er húsaleigan tyngsta byrðan hjá fólki, sum eru í fátækraváða. Tvey onnur mál eru á skránni hjá Trivnaðarnevndini í dag. Annað málið er uppskotið um at hækka inngjaldið til Heilsutrygd, og hitt er um, at kommunurnar skulu rinda sjúkrahúsunum fyri fólk, sum eru liðugt viðgjørd, men onga staðni hava at fara og tí noyðast at vera verandi á sjúkrahúsinum. Vinnunevndin hevur eisini fund fyrrapartin, tí nevndin fekk í gjár eftir triðju viðgerð aftur uppskotið um nógvu broytingarnar í Arbeiðsloysisskipanini. Um Trivnaðarnevndin skrivar álit um barnaískoytið, skal Fíggjarnevndin eisini hava fund í dag, tí hon hevur uppskotið um eykajáttan til at fíggja barnaískoytið. Tingfundurin í dag er ætlaður at vera hin seinasti fyri ólavsøku. Fundurin byrjar klokkan 11.00. Í fyrsta umfari skal atkvøðast um 14 uppskot. Men fyrst skal tingið atkvøða um uppskot um at velja tingnevndirnar av nýggjum. Neyðugt verður at víkja frá tíðarfreistunum, skal tingið avgreiða øll málini í dag. Uppskotið hjá Johan Dahl, landsstýrismanni, er viðgjørt á ikki færri enn sjey fundum í Vinnunevndini, og undirtøkan er ikki góð. Fimm av sjey nevndarlimum, teirra millum tveir í samgonguni, mæla ikki til at samtykkja uppskotið. Og tað óvanliga er, at í meirilutanum í nevndini er teir tríggir andstøðulimirnir. Bjørt Samuelsen, Aksel V. Johannesen og Kári P. Højgaard siga, at ynskið um taksametur tykist ikki vera komið frá vinnuni sjálvari. Í málinum er ikki serliga væl lýst, á hvønn hátt taksametur fer at geva kundanum bíligari ella betri tænastur. Íløgurnar í taksametur skulu krevjast innaftur, og tí kann tað gerast nakað dýrari at koyra við hýruvogni. Janus Rein og Hanus Samró í Fólkaflokkinum halda tað vera sera óheppið, at landsstýrismaðurin í vinnumálum ikki hevur lýst kostnaðarligu avleiðingarnar av uppskotinum. Teir mæla landsstýrismanninum til at fyrireika málið av nýggjum, men siga seg annars taka støðu til uppskotið, tá atkvøtt verður um tað. Alfred Olsen í Sambandsflokkinum og Bjarni Djurholm í Fólkaflokkinum taka undir við uppskotinum. Teir vísa á, at uppskotið krevur ikki, at hýruvognar hava taksametur, men gevur kommununum heimild til at krevja tað. Tilsamans eru í minsta lagi 500 serlæknastørv í Danmark í løtuni ómannað, hóast læknar áttu at verið í størvunum, vísir ein spurnarkanning, DR hevur gjørt. Talan er um ein álvarsligan trupulleika, at so nógv ómannað serlæknastørv eru, sigur Andreas Rudkjøbing, formaður í danska læknafelagnum, sambært DR. Tað merkir millum annað, at støðið á viðgerðunum ikki er nøktandi, at bíðitíðir kunnu vera, at góðskan er verri ella at sjúklingar skulu ferðast longri, sigur Andreas Rudkjøbing. Tað eru ósett serlæknastørv í øllum landspørtum í Danmark, vísir spurnarkanningin. Tó stendur serliga illa til í teimum ymisku útjaðaraøkjunum í Danmark Samansetingin av at sjúkrahúsini eru lítil og eisini liggja í útjaðaranum ger, at trupult er at manna størvini, sigur Jes Søgaard, professari á Aarhus Universitet. Tølini fyri øll sjúkrahúsini eru tikin við í spurnarkanningini. Tó eru nøkur tøl ikki heilt neyv, og mugu kannast nærri, sigur formaðurin í danska læknafelagnum sambært DR. Annika Olsen ætlar at leggja uppskot fyri løgtingið á Ólavsøku um at broyta kommunulógina, so tað ikki fer at bera til at vera borgarstjóri og løgtingslimur samstundis, sambært Degi og viku. Í dag sita fýra borgarstjórar í løgtinginum. Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Vága Kommunu, Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi, Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopun. Eisini hava fleiri borgarstjórar boðað frá, at teir fara at stilla upp á løgtingsvalinum í heyst. Millum hesar eru Jógvan Skorheim í Klaksvík, Jógvan í Skorini á Eiði, Pauli Petersen í Vestmanna, Jóhan Christiansen í Eysturkommunu og Magnus Rasmussen í Runavíkar kommunu. Annika Olsen, landsstýriskvinna, sum umsitur kommunumál, ætlar at broyta kommunulógina, so borgarstjórar ikki bæði skulu kunna vera borgarstjórar og sita í løgtinginum, nú fleiri stórmál eru løgd út til kommunurnar at umsita. Sirið Stenberg, Bjørt Samuelsen og Rigmor Dam, sum eru í Trivnaðarnevndini hjá Løgtinginum, siga, at Heilsutrygd eigur at verða eftirmett. Seinastu árini er inngjaldið hækkað fleiri ferðir. Tingkvinnurnar halda, at inntøkur eiga at verða stýrdar við progressivari skattaskipan, og ikki við at broyta gjøld fyri tænastur. Tær mæla frá at samtykkja uppskotið hjá landsstýrismaðurin í heilsumálum. Í staðin fyri mæla tær til at málið verður lagt fram aftur á ólavsøku, tá tað er betur lýst og hevur verið til hoyringar. Uppskotið er at hækka fasta inngjaldið til Heilsutrygd 1. juni úr 160 upp í 170 krónur 1. januar næsta ár lækkar gjaldið aftur niður í 165 krónur, samstundis sum kravd verða 0,60 prosent í staðin fyri 0,55 prosent av inntøkuni hjá fólki. Uppskotið verður ivaleyst samtykt í løgtinginum, tí samgongan tekur undir við. Tað sigur Niclas Heri Jákupsson, ið er stress coach og hjálpir fólki at fáa ein minni strongdan gerandisdag. Eisini hevur hann sjálvur uppliva strongd á egnum kroppi. Tað eru altíð tey avvarandi, sum streingja á við at fáa tann strongda í viðgerð, júst eins og tað er við alkoholikarum, sigur Niclas Heri Jákupsson og vísir á, at fólk við strongd duga ikki at síggja, at halda tey fram við strongda lívsstílinum, gongur galið fyrr ella seinni. Tey blíva júst sum ein speigipylsa, har tunnar skivur verða skornar av hvønn dag. Øll onnur duga at síggja broytingina, men ikki persónurin sjálvur, sigur Niclas Heri Jákupsson. Sambært eini kanning, sum Gallup gjørdi í fjør, hava heili 30 prosent av føroyingum havt illgruna um strongd seinastu 12 mánaðirnar. Kortini eru tað bert níggju prosent, ið eru farin til lækna at leita sær hjálp. Hesi tølini vísa eisini, at vit hava lyndi til ikki at vilja kennast við, at vit eru strongd. Eingin vil jú vísa sínar veikleikar, sigur Niclas Heri Jákupsson. Í morgunsendingini greiddi hann millum annað frá, í hvørjum vinnum flest fólk eru strongd, og hvat fyritøkur kunnu gera, fyri at sleppa undan strongd á arbeiðsplássinum. Fólkaflokkurin vil, at Janus Rein, sum er í Vinnunevndini, skal í Fíggjarnevndina fyri Jákup Mikkelsen, sum so skal í Vinnunevndina. Ein neyðtøka er ein neyðtøka, og eisini ein neyðtøka av einum verjuleysum persóni , sum ikki fær vart seg. Hon skal javnsetast við eina neyðtøku av einum, sum hevur kunnað vart seg, og hava somu revsirammu. Ein neyðtøka í hjúnarbandinum skal eiheldur verða ein linari revsing, sigur Katrin á Neystabø, aðalskrivari hjá Amnesty International, føroya deild. Vit vilja eisini undirstrika týdningin av, at talan er um eitt brotsverk móti einstaklinginum. Tí í núverandi lóg, er tað eitt brot á kønssædelighed , og tað skal eisini broytast í lógini. Tað ljóðar sum man ger eitt brot á samfelagsmoralin, og tað ikki eitt brot móti einstaklinginum, og rættin hjá einstaklingin til sín kropp. Hetta er tað sum føroya deiildin hjá Amnesty international vil broyta, og hetta verður raðfest ovast, tí arbeiðið fer longu í gongd nú. Hetta átakið mín kroppur, míni rættindi at síggja í summar kring alt landið. Katrin á Neystabø trýrt fult og fast uppá at tað ber til at gera hesar broytingar og leggur afturat at hetta longu er framt í Danmark. Hoyr Katrina greiða frá omanfyri. Í 20 ár hava norðmenn granskað Golfstreymin, og við hesi gransking verða allar spekulatiónir og allur slatur um, at streymurin er farin at vikna, vístar aftur. Tað vísa norskar tímamátingar, sum vísa hita og styrki hjá streyminum tíma eftir tíma, og mátingarnar eru gjørdar síðani 24. apríl 1995. Vit síggja, at streymurin er lívligur, so at skilja, at hann broytist bæði eftir árstíðini og ár fyri ár. Men nú kunnu vit síggja 20 ár í einum, og nú vísir tað seg, at vit einki rák hava. Yvir langa tíð er streymurin støðugur, sigur Kjell Arild Orvik, professari og havgranskari við Geofysisk Institutt á lærda háskúlanum í Bergen, við vg.no. Hann sigur, at tað hevur alstóran týdning at hava eygleitt Golfstreymin í nógv ár, eins og Noreg hevur gjørt uttanfyri Stad á Vesturlandinum. Til dømis vístu mátingarnar fyrstu 10 árni, at hitin í sjónum vaks ógvusligt, við einum hitastigi. Og tað er vert at hugsa um í sambandi við alheims upphitingina. Men so sóu vit, at hitin minkaði aftur næstu 10 árini, og er nú aftur á sama stigi sum í 1995. Tað merkir, at Golfstreymurin hevur langtíðarsveiggj, sigur Orvik. Veðurlagsútrokningar vísa, at Golfstreymurin fer at vikna orsakað av alheims upphitingini, og enntá at hann fer niður í hálva ferð innan ár 2100. Týski granskarin, Stefan Rahmstorf, gjørdi eisini vart við seg, tá hann í vetur vísti síni úrslit um, at Golfstreymurin var í ferð við at brásteðga. Nógvi ísurin sum bráðnar í Grønlandi elvir eisini til, at Golfstreymurin steðgar, verður sagt. Um aldarskifti stúrdu leiðandi verðurlags granskarar fyri, at Golfstreymurin fór at broyta kós. Men einki av hesum tykist gerast veruleiki, skrivar vg.no. Heldur tvørtur í móti. Svensk amerikanski havgranskarin og serfrøðingur í Golfstreyminum, Thomas Rossby, kunngjørdi í 2013 frágreiðing sína um høvuðsGolfstreymin. Og hon samsvarar neyvt við norsku mátingarnar um, at streymurin er skiftandi, men at seinastu 20 árini hevur hann verið støðugur. Serlæknatrotið merkir millum annað, at støðið á viðgerðunum ikki er nøktandi, bíðitíðir kunnu vera, og at sjúklingar skulu ferðast longri, sigur Andreas Rudkjøbing, formaður í danska serlæknafelagnum. Sum heild er torført hjá smáum sjúkrahúsum í útjaðaranum at fáa serlæknarstørv mannað, tí læknarnir velja eftir, hvat teir fáa góða fakliga sparring. Danmarks Radio hevur spurt tær fimm regiónirnar í Danmark, hvussu nógv serlæknastørv eru í regiónini, og hvussu nógv hava verið lýst leys, men ikki eru sett av lækna við røttu førleikum í 2014 og fyrsta ársfjórðingi av 2015. Tølini frá Region Hovedstaden og Region Nordjylland eru frá mai í ár, meðan tølini frá Region Midtjylland og Region Sjælland eru frá í fjør. Danska verjan fer nú til Grønlands at eggja grønlendingum at skriva seg inn í herin at gera herskyldu, og at kunna um uppgávur hjá verjuni í Arktis, um professionellar útbúgvingarmøguleikar og aðrir karrierumøguleikar í verjuni. Fyribils eru Føroyar ikki á skránni. Málbólkurin er menn og kvinnur millum 17 og 26 ár í Grønlandi. Torben Grinderslev er majorur og hevur ábyrgd av at útvega fólk til donsku verjuna. Áðrenn tað var Brandur ein glaður og gløggur drongur. Hann spurdi nógv, var forvitin og sum heild ógvuliga væl fyri av sínum aldri at vera, sigur Aimi Justinussen, mamma Brand. Tá Brandur var tvey og eitt hálvt ára gamal hendi ein broyting. Drongurin, sum altíð hevði verið glaður og væl fyri, fekk spakuliga ein annarleiðis atburð. Hann byrjaði at gera ymiskt endurtakandi. Til dømis kundi hann standa og lata eina hurð upp og aftur í langa tíð. Hann byrjaði at leita eftir orðunum og hevði torført við at úttrykkja seg. Tískil var hann eisini ógvuliga ørkymlaður og lá og skríggjaði á gólvinum, uttan at vit vistu hví, fortelur Aimi Justinussen. Tað gekk skjótt niður á bakka við Brandi, og sum fýra ára gamal hevði hann mist allar teir førleikarnar, børn á hansara aldri vanliga hava. Tað var eitt stórt hjálparsloysi, vit upplivdu tá. Hví hevði hann fingið hetta, og kundu vit havt gjørt nakað øðrvísi Tað vóru spurningar, sum fyltu rættiliga nógv hjá mær og manninum, sigur Aimi Justinussen. Í Vegamótinum fortelur Aimi Justinussen millum annað, hvussu sjúkustaðfestingin hjá soninum hevur ávirkað alla familjuna, og hvussu tey royna at menna og hjálpa soninum, sum í dag er 10 ára gamal og er á bústovni saman við øðrum, ið hava autismu. Hon spurdi millum annað, hví umsóknin um, at Oyggjaleikirnar skuldu vera í Føroyum í 2019, er tikin aftur, og hvat hevur landsstýrið gjørt fyri at sleppa undan, at umsóknin varð tikin aftur. Landsstýrið hevur samskift við Tórshavnar kommunu um fyritreytirnar fyri at gera ein golfvøll, sum kommunan skuldi byggja á Glyvursnesi, men lendið varð ikki tøkt. Tí fór landsstýrismaðurin í búnaðarmálum at útvega heimild til lendi til nýggja golfvøllin. Lógarheimild er fingin til vega, og landsstýrið er kunnað um, at samskifti er millum Tórshavnar kommunu og tann, sum brúkar lendi, um endurgjald fyri nýtslurættin, sigur løgmaður í svarinum til Kristinu Háfoss. Frágreiðingin skal hava greið mál fyri viðgerðarstig og at menna viðgerðartilboð, útvega serlæknar og onnur heilustarvsfólk, og áhaldandi at menna fakliga førleikan. Ein politiskur stýringarbólkar og raðfestingarnevnd skulu setast við umboðum fyri øll trý sjúkrahúsini, landslækna og avvarðandi yrkisbólkum at samskipa tænastur og at áseta, hvørjar tænastur skulu vera á hvørjum sjúkrahúsi. Sirið Stenberg og Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi løgdu upprunaliga uppskotið til samtyktar fyri tingið um visjón fyri sjúkrahúsverkið, men ein samd trivnaðarnevnd gjørdi nakrar broytingar, og broytingaruppskotið varð einmælt samtykt í tinginum. Jóna Mariusardóttir Mortensen í Sambandsflokkinum vil hava at vita frá Karsteni Hansen, landsstýrismanni í heilsumálum, nær kvinnur, sum eru viðgjørdar fyri bróstkrabba, kunnu vænta, at skipanin við eftirkanning aftur fer at virka. Hon sigur, at fleiri kvinnur, ið eru viðgjørdar fyri bróstkrabba, hava fingið bræv um, at eftirkanningin er útsett, tí eingin lækni er. Jóna Mortensen sigur, at nógvar kvinnur ganga til eftirkanning hvønn mánað, og tí er undranarvert, at kvinnurnar verða sleptar upp á fjøll og ikki sleppa til hesa kanning. Hvør hevur upphavsrættin til eina tónleikaframførslu, sum Kringvarp Føroya hevur tikið upp yrkjarin, lagsmiðurin ella tónleikararnir Hvussu er við rættindunum hjá leikarum, sum hava spælt í einum útvarpsleiki Rithøvundum, týðarum og teimum sum hava lisið Og hvussu kann tilfarið endurnýtast Spurningarnir eru nógvir og aktuellir, nú stóra savnið hjá Kringvarpinum verður talgilt, skrásett og kanska endurnýtt á heimasíðuni ella á øðrum pallum hjá Kringvarpinum í framtíðini. Fyri at lýsa evnið á einum breiðum grundarlag, eru tríggir fyrilestrar á skránni. Torkil V. Rassmusen, løgfrøðingur í Mentamálaráðnum, greiðir yvirskipað frá føroysku lóggávuni um upphavsrætt. Deildarleiðari í DR, Annette Hoffmann Pedersen, greiðir frá kollektivum avtalum um rættindi til savnstilfarið hjá DR. Somuleiðis greiðir hon frá, hví rættindi forða fyri, at tilfar í DR kann verða endurnýtt. Mikael Waldorff, ráðgevi hjá rættindahavarum, greiðir frá sjónarmiði hjá rættindahavarum og hvussu avtalur verða gjørdar á økinum. Eftir fyrilestrarnar ber til at seta spurningar. Átakið endar við orðaskifti. Evnisdagurin verður í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 15. mai klokkan 13 16 og er ókeypis. Føroyskir pedofilar samskifta frítt á internetinum við 1000 onnur samhugað á einari loyniligari tjattsíðu, sum nevnist Scandiland . Scandiland er ein síða, sum liggur á tí, ið verður rópt myrka síðan á internetinum ella Dark Net. Har liggja síður, sum tú einans sleppur inn á umvegis netverk, ið brúka loyniskriftir, eitt nú Tor. Tað sermerkta við Scandiland er, at tú skalt duga at samskifta á einum norðurlendskum máli, fyri at sleppa at taka lut í tjattinum á Scandiland . Danmarks Radio hevur greinað tilfarið hjá NRK, og greiningin vísir, at trý prosent av ella 33 av teimum 1100 brúkarunum, sum NRK hevur skrásett á Scandinet , eru úr Føroyum. Í mun til fólkatalið, so eru føroyingar nógv best umboðaðir. 34 prosent av brúkarunum eru úr Danmark, 27 úr Svøríki, 24 úr Noregi, 4 prosent úr Finnlandi, 3 prosent úr Íslandi, 3 prosent úr Føroyum og 5 prosent verður bólkað undir øðrum. Landið fer ikki at veita fátækum familjum serligt barnaískoyti, tí løgtingið feldi í gjár uppskotið hjá andstøðuni um at veita húskjum, sum liva undir fátækramarkinum, eitt serligt ískoyti. Uppskotið varð lagt fram í løgtinginum í kjalavørrinum frá KVF dokumentarsendingini Við hjálp frá góðum fólki , sum varð víst í sjóvarpinum 9. apríl. Tað smakkaði nógvum samgongulimum illa at fella uppskotið hjá andstøðuni um eitt barnaískoyti til fíggjarliga sperdar familjur. Tað heldur Árni Gregersen, politiskur eygleiðari. Avgerðin hjá samgonguni at fella uppskotið fer at kosta til valið, men tað verður ikki tað, sum fer at kosta samgonguni flestu atkvøður. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, lovaði undir viðgerðini at koma við einum líknandi uppskoti, tá løgtingið kemur saman aftur á ólavsøku. Undantaksstøða er, tí svarfuglastovnarnir eru so illa fyri, og tí mugu myndugleikarnir traðka til og banna allari veiðu. Annars er vandi fyri, at stovnarnir ongantíð koma fyri seg aftur. Í einari bersøgnari áheitan til landsstýrið, rópa teir nú varskó, tí veiðan kann ikki halda fram, tá støðan hjá svartfuglinum er sum hon er. Serliga lundastovnurin er illa fyri. Men vit skylda okkara eftirkomarum, at vit ikki av berum gáloysni, og líkasælu, oyða lundastovnin undir Føroyum. Tímir, ella torir sitandi landsstýri tímir ikki at taka spurningin upp, vóna vit at onnur, sum geva sær far um føroysku náttúruna, minnast hetta, tá ið valið kemur, siga teir báðir bart út. Tað er torført, men als ikki ógjørligt at finna fram til teir føroysku pedofilarnar, sum í løtuni samskifta frítt við aðrar norðurlendskar pedofilar á tjattsíðuni Scandiland. Scandiland tjattsíðan liggur á tí, sum nevndist myrka síðan av internetinum Dark Web sum livir eitt loyniligt lív aftanfyri vanliga internetið við hjálp frá loyniskriftum kryptering . Loyniskriftin ger tað sera torført hjá løgregluni og øðrum at finna slóðina aftur til brúkarar, sum brúkar tílík netverk, sigur Hannes Gislason, professari í kunningar og samskiftistøkni á Fróðskaparsetri Føroya. Løgtingið samtykti í gjár, at fasta mánaðarliga gjaldið til heilsutrygd skal hækka við 10 krónur 1. juni, so tað kemur upp á 170krónurum mánaðin. 1. januar 2016 hækkar inntøkureguleraða gjaldið úr 0,55 prosentum upp í 0,60 prosent. Samstundis sum inntøkureguleraða gjaldið hækkar, lækkar fasta gjaldið til 165 krónur Inngjaldið til heilsutrygd hækkaði seinast í 2012, og síðani eru útreiðslurnar til serliga heilivág og hjálparráð hækkaðar. Greitt er, at Heilsutrygd ikki klárar útreiðslurnar í 2015 við verandi játtan, og tí hevur landsstýrismaðurin í heilsumálum mett tað vera neyðugt at hækka inngjaldið til Heilsutrygd beinanvegin. Tinglimir úr andstøðuni, ið ikki tóku undir við at hækka inngjaldið til Heilsutrygd, mettu, at skipanin við Heilsutrygd eigur at vera eftirmett. Heilsutrygdargjaldið er hækkað fleiri ferðir seinastu árini, og tað rakar serliga tey við lágari inntøku meint, tí fasta inngjaldið er høgt. Andstøðutinglimir, ið ikki vildu taka undir við uppskotinum, mæltu í staðin til, at málið fekk eina gjøllari viðgerð og varð lagt fram aftur á ólavsøku. Løgtingið samtykti í gjár einmælt, at Almannaverkið skal veita endurvenjing til fólk millum 18 og 66 ár, sum hava tørv á endurvenjing í sambandi við mistan førleika. Í serligum førum kann endurvenjing eisini veitast til fólk, sum eru 16 og 17 ár. Endamálið við at geva fólki í arbeiðsførum aldri lógartryggjaðan rætt til neyðuga endurvenjing er, at tey skulu fáa ella fasthalda tilknýtið til arbeiðsmarknaðin, og at tey skulu klára seg uttan hjálp ella við minni hjálp frá Almannaverkinum. Almannaverkið er farið undir at skipa eina endurvenjingartænastu, sum ætlandi verður ein landsfevnandi tænasta. Tvær endurvenjingartænastur eru skipaðar ein í Runavík, sum fevnir um Norðoyggjar og Eysturoy, og ein í Havn, sum fevnir um Suðurstreym. Systkynini Annika og Gunnar Hoydal hava samstarvað um sangir í umleið hálva øld. Hon hevur sungið og smíðað løg, meðan hann hevur skrivað tekstir. Vit fregnast hvussu tað gongur við SALT bygninginum á Drelnesi og vit støkka inn á gólvið hjá sniðgevaranum Lailu av Reyni, sum millum annað fær íblástur úr teknifilmum til sínar kjólar. NSÍ er framvegis oddalið í effodeildini eftir 2 2 javnleikin í móti B36. Stigatalvan er ikki broytt nógv, tí trý tey aftastu liðini taptu og oddaliðini spældu javnt. Men HB og Víkingur nærkast nú oddinum. Serliga er tað TB sum er stóri vinnarin í dag. TB vann ein stórsigur á FC.Suðuroy í dag og sigurin ger at TB hevur hálað seg upp á fimta pláss. Her eru úrslitini HB KÍ 1 0 Rene shaki Joensen 2 0 Levi Hanssen 3 0 Alex Jos Dos Santos 3 1 Páll Kletskarð 1 NSÍ 25 stig 2 B36 22 stig 3 HB 19 stig 4 Víkingur 17 stig 5 TB 15 stig 6 ÍF 14 stig 7 KÍ 14 stig 8 FC Suðuroy 9 stig 9 AB 6 stig 10 EB Streymur 6 stig Næsta umfar tann 17 5 EB Streymur B36 AB HB FC Suðuroy NSÍ KÍ TB ÍF Víkingur Brandur Olsen er nú danskur steypavinnari, og hetta er greitt eftir eina sera spennandi finalu móti FC Vestsjælland, sum FCK vann 3 2. Brandur kom á vøllin tá fjúrtan minuttir vóru eftir av dystinum, tá var støðan 2 1 til FCK. Men bert tveir minuttir eftir tað javnar FC Vestsjælland til 2 2. T á 90. minuttir vóru spældir stóð á jøvnum 2 2, og tí varð neyðugt at spæla 2x15 minuttir í longdari leiktíð. Tá 102 minuttir eru spældir varð Brandur Olsen spældur fríur av Christiani Poulsen og uttanfyri brotssteigin velur Brandur at royna seg við skoti, sum endaði í málinum. DR skrivar á heimasíðini síni FC København vinder DBU pokalen 2015. Brandur Olsen bliver matchvinder med sin scoring til 3 1 i den forlængede spilletid. Fyri stuttum varð Brandur í eini keðiligari støðu, tá hann fekk reytt kort stutt eftir hann var skiftur inn. Men nú kann man so veruliga staðfesta at Brandur Olsen er eitt kent fótbóltsnavn í Danmark og hevur veruliga víst venjaranum Staale Solbakken hvør dugur er í honum. Nú skal útvarpið eisini hoyrast í Leirvíkstunlinum. Jørgen Niclasen landsstýrismaður hevur svarað fyrispurningi eftir 52a í tingskipanini frá Reimund Langgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi Leirvíkstunlinum Í svarinum verður upplýst, at ferðsluteljingar vóru gjørdar í Leirvíkartunlinum í 2013, og var miðalferðslan 3.727 akfør um samdøgrið gjøgnum tunnilin, og sostatt samanlagt 1,36 milliónir akfør um árið. Landsverk hevur kannað málið, og mett verður, at tað kostar umleið 400 túsund krónur at gera tað møguligt at útvarpið hoyrist í Leirvíkartunlinum. Verkætlanin verður eftir ætlan framd eftir sama leisti sum í Kollfjarðartunlinum, sum merkir, at Landsverk og Mentamálaráðið fíggja og fremja verkætlanina í felag. Tað kann betra trygdina, at útvarpið hoyrist í tunlinum, soleiðis at bilførarar verða kunnaðir um møgulig óhapp, og hvussu teir skulu bera seg at í neyðstøðu. Samskifti hevur verið millum Fíggjarmálaráðið, Landsverk og Mentamálaráðið um at finna eina loysn á málinum um fígging. Miðað verður eftir, at tað fer at bera til at hoyra Útvarpið í Leirvíkartunlinum í ár, sigur Jørgen Niclasen í svari til Reimund Langgaard. Ísraelska tjóðartingið góðkendi í gjárkvøldið nýggju stjórnina hjá Benjamin Netanyahu næstan tveir mánaðir eftir tjóðartingsvalið. Ónøgd var í flokkinum hjá Netanyahu, høgravenda Likud, og tjóðartingslimirnir noyddust at bíða í tveir tímar, áðrenn teir endaliga kundu góðkenna stjórnina, sum telir 61 samgongulimir tann minsti meirlutin, sum kann vera í ísraelska tjóðartinginum, ið telir 120 tinglimir. Vit vilja syrgja fyri trygd og stremba eftir friði, segði Netanyahu í tinginum í røðuni, sum varð avbrotin av láturi millum andsstøðutinglimirnar. Likud er tann størsti við 30 tinglimum, miðhøgraflokkurin Kulanu hevur 10 sessir, høgravenda Jødisk heim hevur átta, og átrúnaðarligu flokkarnir, Shas og UTJ hava ávíkavist sjey og seks limir. Mentanarnevndin viðgjørdi uppskotið hjá landsstýrismanninum í mentamálum um stuðul til privatar fjølmiðlar á fimm fundum, men hóast nevndin fekk málið á grækarismessu tað er fyri tveimum mánaðum síðani skrivaði hon ikki álit. Árni Gregersen, Gunnar Skúvadal og Niklái Nysted vóru fyri netmiðlar, Sveinur Tróndarson og Emil L. Jacobsen fyri Dimmalætting, Eirikur Lindenskov og Jonhard Hammer fyri Sosialin og Øssur Winthereig, Ingolf Sólheim Olsen og Ingrid Bjarnastein fyri Felagið føroysk miðlafólk. Tá Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, kunngjørdi, at hann arbeiddi við einum uppskoti um stuðul til privatar miðlar, segði hann, at hetta var tað einasta, hann helt seg hava undirtøku fyri í samgonguni. Kommunan setur sum treyt, at navnið skal vera lætt at siga og ikki vera ov langt. Orðið Skúli skal annaðhvørt vera í heitinum ella skal navnið vera av slíkum slag, at einki er at ivast í, at talan er um ein skúla. Freistin at senda inn uppskot er týsdagin 26. mai 2015. Síðani verða uppskotini viðgjørd og navnið avdúkað. Tórshavnar kommuna tilskilar sær rætt til ikki at taka av nøkrum av teimum uppskotum, sum koma inn. Løgtingið samtykti broytingarnar í lógini um ALS, sum landsstýrismaðurin í vinnumálum í samráði við ALS stýrið gjørdi. Vinnunevndin fekk málið aftur, tá triðja viðgerð var týsdagin. Mikudagin skrivaði nevndin nýtt álit. Vinnunevndin fekk váttað frá stýrinum í ALS, at tað var eitt samt stýri, sum mælti til at gera broytingarnar. Eisini stýrislimirnir hjá fakfeløgunum mæltu til broytingarnar. Stýrisformaðurin boðaði frá á fundi hjá Vinnunevndini, at stýrið tekur viðmerkingarnar frá Vinnunevndini um hækkandi rakstrarútreiðslurnar í størsta álvara. Og tað er framvegis greitt, at hóast lógarbroytingarnar koma í gildi, fer Arbeiðsloysisskipanin at hava avmarkað árligt yvirskot. Sambært ting.fo samtykti løgtingið broytingarnar í ALS lógini. Ein tann størsta røddin innan bluestónleikin er tagnað. B.B. King, ið vanliga varð nevndur King of the blues, doyði hóskvøldið, skriva útlendskir miðlar. Riley B. King, ið var hansara kristna navn, varð føddur í Mississippi í 1925. Foreldrini hjá B.B. King vóru úr fátækari bóndafamilju. Longu sum tannáringur fekk B.B. King áhuga fyri tónleikinum og fór at spæla undir eyknevninum Blues Boy, haðani styttingin B.B. stavar. B.B. King kunngjørdi fyri tveimum vikum síðani, at hann ikki longur kláraði seg sjálvan, og tí fekk heimahjálp. Samstundis steðgaðu konsertferðirnar hjá honum. Tilsamans gav B.B. King út fleiri enn 50 tónleikaútgávur. Hann var mest viðurkendi bluestónleikarin við 15 Grammy heiðurslønum fyri sítt avrik innan bluestónleikin. Løgtingið samtykti mikudagin, at fasta mánaðarliga gjaldið til heilsutrygd skal hækka við 10 krónur 1. juni, so tað kemur upp á 170 krónur um mánaðin. 1. januar 2016 hækkar inntøkureguleraða gjaldið úr 0,55 prosentum upp í 0,60 prosent. Samstundis sum inntøkureguleraða gjaldið hækkar, lækkar fasta gjaldið til 165 krónur Inngjaldið til heilsutrygd hækkaði seinast í 2012, og síðani eru útreiðslurnar til serliga heilivág og hjálparráð hækkaðar. Greitt er, at Heilsutrygd ikki klárar útreiðslurnar í 2015 við verandi játtan, og tí hevur landsstýrismaðurin í heilsumálum mett tað vera neyðugt at hækka inngjaldið til Heilsutrygd beinanvegin. Hækkingin av heilsutrygdargjaldinum fer at geva Heilsutrygd 9,2 milliónirkrónurafturat í 2015 og 2016. 15 løgtingslimir atkvøddu fyri at hækka inngjaldið til Heilsutrygd, og 11 atkvøddu ímóti. Tinglimir úr andstøðuni, ið ikki tóku undir við at hækka inngjaldið til Heilsutrygd, mettu, at skipanin við Heilsutrygd eigur at vera eftirmett. Heilsutrygdargjaldið er hækkað fleiri ferðir seinastu árini. Tað rakar serliga tey við lágari inntøku meint, tí fasta inngjaldið er høgt. Andstøðutinglimir, ið ikki vildu taka undir við uppskotinum, mæltu í staðin til, at málið fekk eina gjøllari viðgerð og varð lagt fram aftur á ólavsøku. SavnsGull og Kringvarp Føroya Skipa fyri áhugaverdum evnisdegi um upphavsrætt. Fyri at flest møguligt skulu fáa ágóðan av øllum tilfarinum, sum er í Kringvarpssavninum, er sera umráðandi at øll rættindi eru upp á pláss. Tí verður skipað fyri evnisdegi um upphavsrætt. Dagurin verður hildin í Norðurlandahúsinum, har tríggir serfrøðingar skulu leggja fram. Fyrst verður tað Torkil V. Rasmussen, løgfrøðingur í Mentamálaráðnum, síðan Annette Haffmann Pedersen, deildarleiðari í Danmarks Radio og so Mikael Waldorff, rávgevi hjá rættindahavarum. Veruligar samráðingar hava ikki verið enn við tey, sum vilja fíggja tunlarnar. Men ábendingar eru um, at felagið kann fáa fígging við lagaligum treytum, eisini rentutreytum. Metingar um rentukostnað eru tær somu sum tær vóru, tá felagið P f Eysturoyar og Sandoyartunlar varð stovnað fyri einum ári síðani. Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, sum hevur svarað spurningi frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, um rentukostnaðin fyri undirsjóvartunlarnar. Tingmaðurin spurdi eisini um atknýttar verkætlanir hjá Eysturoyartunlinum, tað eru vegir, sum skulu gerast. Jørgen Niclasen svarar, at P f Eysturoyar og Sandoyartunlar hava ábyrgd av at knýta Eysturoyartunnilin í verandi landsvegakervi. Ongar atknýttar verkætlanir eru. Men, leggur landsstýrismaðurin so afturat, so hevur samgongan sett 1,3 milliardir krónur í langtíðarløguætlan til 2024 til nýggjar landsvegir og annað. Summar av hesum verkætlanunum eru í ávísan mun knýttar at Eysturoyartunlinum og broytingini í ferðslumynstrinum, sum tunnilin fer at hava við sær, stendur í svarinum. Tað, at mann flytur kirkjuna út í náttúruna, ger nakað gott. Vit sleppa at vera still, og tað er nakað, sum annars er torført í einum gerandisdegi, har tað alla tíðina er gangur og larmur rundan um okkum, sigur Sonja Klein. Vit steðga á í nøkrum kirkjum á leiðini, og í Reynsmúlalág verður ein gudstænasta, samstundis sum vit eta matpakka, fortelur Sonja Klein. Hóast fimm av sjey nevndarlimum í vinnunevndini, teirra millum tveir í samgonguni, ikki mæltu til at samtykkja uppskotið hjá Johan Dahl, landsstýrismanni, um, at tey, sum koyra hýruvogn, skulu hava taksametur, varð uppskotið í fyrsta umfari samtykt. Tá atkvøtt varð eftir aðru viðgerð, vóru 15 atkvøður fyri, níggju ímóti, og ein atkvøða varð blonk. Men tá atkvøtt varð eftir triðju viðgerð vóru 13 fyri og 13 ímóti, eingin atkvøða var blonk. Fyri at verða samtykt skal eitt uppskot hava meiriluta. Stendur á jøvnum fellur uppskotið. Broytingin í hýruvognslógini skuldi geva kommununum heimild til at krevja, at hýruvognar hava taksametur. Ein rúgva av fólki flýggjar yvir um Miðjarahavið, burtur frá kríggi og øðrum ræðuleikum í Afrika. Fleiri av hesum skipum og bátum eru í vánaligum standi, teir koppa og túsundavís av menniskjum drukna. Hvør skal hjálpa teimum Og hava vit skyldu at hjálpa Og hví er lættari at hava umsorgan fyri grannanum, enn neyðstadda barninum úti í heimi 1,1 milliard fólk eru í vanda fyri at fáa varandi hoyriskaðar tí tey lurta eftir hørðum tónleiki í ov langa tíð, sambært WHO , heimsheilsustovninum. Tað er serliga tí ungdómar lurta eftir tónleiki í høvuðtelefonum og hava ljóðið frá eitt nú fartelefonum ov hart frá, sigur WHO í frágreiðing, ið varð kunngjørd í februar mánað. Helmingurin av teimum í aldrinum frá 12 35 ár eru í vanda fyri at fáa hoyriskaðar og kunnu fáa tinnitus við varandi hoyriskaðum, sigur stovnurin í frágreiðingini. Fyri at minka um vandan fyri varandi hoyriskaðum, mælir World Healt Organization til at ungdómar fylgja ráðunum og tilmælinum, ið WHO hevur gjørt. Higartil hava fleiri enn 43 milliónir fólk fingið varandi hoyriskaðar, tí tey hava tónleik frá eitt nú fartelefonum ov hart frá í høvuðtelefonum, sigur heimsheilsustovnurin. Tað sigur Hallur Thomsen, stjóri á viðskiftadeplinum í Almannaverkinum. Løgtingið samtykti mikudagin broytingarnar í ALS, sum stýrið mælti til, hóast politiskar atfinningar at gongdini. Alfred Olsen, formaður í Vinnunevndini sigur, at stýrið fyri ALS á fundi í Vinnunevndini mikumorgunin helt fast við broytingarnar sum mælt varð til. Stýrið var samt, hóast bæði Pedagogfelagið og Samtak í tíðindaskrivi mæltu tinginum frá at fremja allar broytingarnar. Av tí at stýrið var samt, valdi tingið at fylgja tí sum stýrið mælti til, sigur Alfred Olsen. Jákup Veyhe er kvikur sum altíð. Uppskotið um barnaískotið, sum fall í Tinginum stóð fyri skotum í morgun. Prikið er stutt men tó sera greitt í týdningi. Hoyrið prikið omanfyri Tað skrivar Vinnuvitan , sum hevur hugt at nýggjasta roknskapinum fyri 2014. Samlaða nevndarsamsýningin var í fjør 420.000 krónur. Fyrra árið var hon 640.000 krónur. Nevndarsamsýningin í almenna Fíggingargrunninum var eisini sett niður í fjør við næstan einari helvt, úr 800.000 krónum niður á 420.000 krónur, skrivar Vinnuvitan. Krøv til skipið er millum annað, at tað skal kunna sigla alt tíðarskeiðið uttan at bunkra ella taka vatn, kunna sigla í minsta lagi 10 míl og hava hóskandi stødd og koyggjupláss til átta eygleiðarar. Gjørligt skal eisini verða at seta eina eygleiðaratunnu á brúgvatakið. Hetta er sættur ferð hvalateljingar eru, og tað er samstarv millum limalondini í Norðuratlantisku nevndini fyri havsúgdjór, Nammco, ið eru Grønland, Ísland, Noreg og Føroyar. Náttúrugripasavnið samskipar førosku luttøkuna fyri Fiskimálaráðið, og endamálið er at stovsmeta hvalastovnar, fyri Føroyar er tað serliga grind, fyri at tryggja burðardygga veiðu og menning av stovninum, skrivar Náttúrugripasavnið. Bára Silvansdóttir gav út sítt næsta staklag síðsta fríggjadag, sum eitur Renna undan . Hetta er eitt samstarv saman við Julian Andreasen. Í morgun spældu hon og tvíburðabeiggin, Búgvi Johannesen, live í útvarpsstovuni. Hon er bert 19 ára gomul, og sigur seg ikki hava funnið sína tónleikahill henn. Men tó, so dámar henni best at syngja friðarligar sangir, sum hava eitt týðandi innihald. Og soleiðis var eisini við sanginum, sum hon sang í morgun. Hon hevur skrivað hann til son sín, sum er tvey ára gamal. Bára hevur skrivað tekstin og beiggin, Búgvi. hevur gjørt lagið. Hoyr samrøðuna og sangin omanfyri. Guðrið Hansdóttir er í Føroyum, og Janus Rasmussen er í Íslandi. Tað hevur kortini ikki verið nøkur forðing hjá havnarmanninum, Heiðriki á Heygum, at framleiða sjónbandalagið tvørtur um landamørk. Parturin hjá Janusi er tikin upp í Íslandi, meðan parturin hjá Guðrið er tikin upp í Føroyum. Heimskendi filmsleikstjórin, Steven Spielberg, kemur til Føroya at gera film. Filmurin, sum skal takast upp her, er ein filmsútgáva av einari skaldsøgu hjá Roald Dahl, sum kallast The Big Friendly Giant, ið kom út í 1982. Upptøkurnar í Føroyum verða gjørdar í ár, og filmurin verður verður sýndur næsta ár. Filmurin verður framleiddur av Disney, Amblin og Reliance í samstarvi við Walden Media. Fleiri av teimum kendastu framleiðsufólkunum í Hollywood eru við í framleiðslutoyminum. Melissa Mathison, sum er kend fyri at skriva filmin E.T. hjá Spielberg, hevur skrivað handritið til nýggja filmin. Í filmsframleiðsluni verða landslagsmyndirnar millum annað úr Føroyum samantvinnaðar við tað, ið kallaðast Motion Capture Technology. Við øðrum orðum, so eru landslagsupptøkurnar settar saman við upptøkum, ið verða gjørdar í einum stórum studio. Vit eru sum vera man sera spent uppá hendan møguleika, ið verður við til at seta Føroyar á heimskortið, sigur Guðrið Højgaard, stjóri á Visit Faroe Islands. Tað vóru fólk hjá Steven Spielberg, sum settu seg í samband við Visit Faroe Islands, tí tey høvdu sæð brandingmyndir úr Føroyum, sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands VFI Eftir at hava hugt at støðum í Føroyum tóku filmsfólkini skjóta avgerð um, at upptøkur skulu gerast í Føroyum. Tað stendur í einum spildurnýggjum áliti frá einum arbeiðsbólki, sum Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, setti at kanna virksemið hjá Landsverki. Tað vóru fólk hjá Steven Spielberg, sum settu seg í samband við Visit Faroe Islands, tí tey høvdu sæð brandingmyndir úr Føroyum, sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands VFI Bústaðir hava staðið fyri byggingini saman við Klaksvíkar kommunu og Almannaverkinum. Ein tann fyrsti, sum flutti inn, var 34 ára gamli Theodor Esmar Hansen úr Kollafirði. Sigrun Wardum, forkvinna í Javna, fegnast um, at íbúðir til fólk við menningartarni eru bygdar í Klaksvík. Men tørvur er á nógv fleiri íbúðum, serliga í Havn. Í morgin skal føroyska liðið spæla tveir dystir. Teir eru ímóti Liktenstein og Kýpros. Fyrri dysturin er klokkan 14.00 og hin 19.00. Í dag vóru tekniskir trupulleikar í høllini, sum gjørdu, at tað ikki bar til at senda beinleiðis útvarp, men vit fara at royna aftur í morgin. Tað var í gjár, at Brandur vann donsku steypafinaluna í fótbólti, tá FC Keypmannahavn vann 3 2 á FC Vestsjælland. Í morgun var venjing aftur á skránni, tí FCK skal spæla landskappingardyst sunnudagin. Aftur í dag vórðu fleiri føroysk met og juniormet sett í FM í svimjing. Størsta og mest sannførandi avrikið átti kvinnuliðið hjá Ægi úr Klaksvík, sum vann kappingina, fýra ferðir 100 metrar blandað, við tíðini 4.18.66. Hendan tíðin er 6,77 sekund betri enn gamla, føroyska metið, sum Ægir eisini átti. Tær fýra, sum svumu fyri Ægir eru Cecilia W. Eysturdal, Jonna B. Thomsen, Signhild Joensen og Ásbjørg Hjelm. Ásbjørg Hjelm setti eisini føroyskt met á 100 metrum bringu, og tað gjørdi hon við tíðini 1.11.53. Í gjár setti hon met á 50 metrum bringu, so Ásbjørg Hjelm má sigast at vera í stórformi. Og so vórðu tvey juniormet eisini sett. Annað átti Signhild Joensen á 200 metrum ryggsvimjing við tíðini 2.18.17, og hitt juniormetið er føroyska metið hjá Ásbjørg Hjelm á 100 metrum bringu. So hennara tíð var bæði senior og juniormet. Sølva Ford og systurin komu á Barnaheimið at búgva. Hetta var ein svár og trupul tíð. Sølva megnar at fyrigeva, men lívið hevur havt nógvar avbjóðingar. Sølva sigur frá, hvussu hon og systirin komu á Barnaheimið at búgva. Hon sigur frá truplari, svárari tíð, men Sølva megnar at fyrigeva. Vit heita á Háskúlavinir úr øllum Føroyum um at veita Háskúlanum eina peningagávu, oyramerkta til nýggja tekju og nýggj vindeygu. Skúlin er í ringum standi. H ol er í tekjuni á Nýggja Skúla, og tí lekur vatn inn í kømurini, tá tað regnar. Vindeyguni í Gamla Skúla eru somuleiðis illa farin og áttu at verið skift út. Kostnaðarmetingin hjá Landsverk sigur, at tað fer at kosta knappar 13,6 milliónir krónur at umvæla Háskúlan. Mest átrokandi umvælingarnar, tær sum mugu gerast í ár fyri at virksemi skúlans kann halda fram, koma at kosta 2.414.500 krónur. Fyrradagin bórust góð tíðindi úr Løgtinginum, at Føroya Fólkaháskúli hevur fingið eina eykajáttan á 1,68 milliónir krónur. Hetta svarar til 70 prosent av samlaða kostnaðinum. Finna vit ikki hesar pengarnar, so fáa vit heldur einki frá landinum. So verða ongar umvælingar gjørdar, og so verður eingin Háskúli, stendur á heimasíðuni hjá skúlanum. Eitt nevningating í Boston í USA hevur dømt tann 21 ára gamla Dzhokhar Tsarnaev til deyða fyri bumbuálopið undir maratonrenningini í Boston í apríl 2013. Maðurin varð fyri einum mánað síðani funnin sekur í øllum 30 ákærum, ið snúgva seg u m, hvussu hann saman við beiggja sínum sprongdi tvær heimagjørdar bumbur undir maratonrenningini. Tað tók nevningunum tríggjar dagar og 14 tímar at taka støðu til, um hann skuldi sita restina av lívinum í fongsli, ella um hann skuldi dømast til deyða fyri yvirgangsálopið, ið kostaði trimum fólkum lívið og løstaði meira enn 180. Amerikanski løgmálaráðharrin, Loretta Lynch, sigur, at nevningatingið hevur tikið ta røttu avgerðina. Tann harðasti dómurin er hóskandi fyri hesa ræðuligu brotsgerð, og vit vóna, at hetta fer at hjálpa teimum, ið eftir sita, at koma víðari, sigur hon. Í statinum Massachusetts, har Boston liggur, er deyðarevsing avrikin fyri nógvum árum síðani. Í hesum føri eru tað ikki lógirnar í statinum Massachusetts, ið galda, men samveldislógirnar, og tí kann hann verða dømdur deyðarevsing. Nú er ásett við lóg, at børn og ung undir 18 ár ikki skulu brúka solariumsól. Móðurmerkjakrabbamein er eitt álvarsligt vandamál í øllum Norðurlondum, og við solariumlógini kunnu Føroyar loksins hava 18 ára aldursmark eins og flestu londini. Í Krabbameinsfelagnum eru tey fegin um, at børn og ung undir 18 ár ikki kunnu brúka solariumsól Endiliga kom uppskotið ígjøgnum, og tað er gott signalvirði at senda. Tað er vandamikið, og vit kunnu fyribyrgja, at fleiri fáa húðkrabba, av tí at tey ikki taka sól, áðrenn tey eru 18 ára gomul, sigur Jákup N. Olsen, formaður í Krabbameinsfelagnum. Svimjihallir selja framvegis sól Uppskotið er tó samtykt í skerdari útgávu, sum merkir, at tað framvegis verður loyvt almennum stovnum so sum svimjihallum, at selja solariumsól. Í uppskotinum stóð, at svimjihallirnar ikki skuldu selja solariumsól, tí tað er partur av almenna heilsupolitikkinum at fyribyrgja. Um eitt nú svimjihallirnar ikki høvdu solarium, hevði signalvirði verið enn sterkari til tey, sum eru undir 18, sigur Jákup N. Olsen. Samtykta solariumlógin tekur ikki støðu til ómannaðar sólstøðir. Upprunaliga var annars ætlanin, at ómannaðar sólstøðir skuldu bannast, tí tá er ógjørligt at hava eftirlit við aldursmarkinum. Hetta kravið var ikki við í uppskotinum hesaferð. Tað vil siga, at einki forðar ungfólki undir 18 ár at leggja seg undir solariumsól á ómannaðum sólstøðum. Vit høvdu ynskt, at sólstøðirnar vóru mannaðar, men sum heild er signalvirði ógvuliga gott við hesi lógini, og tað er at fegnast um. Vit eru í hvussu so er komin eitt stig rætta vegin við nýggju solariumlógini, sigur Jákup N. Olsen frá Krabbameinsfelagnum. Kappingini verður ikki serliga drúgv, tí tilsamans taka róðrarnir bert umleið ein tíma. Tað er sera javn í fleiri av róðrunum, og tískil kann roknast við einum spennandi seinasta umfari í Ódnartøkum. Videobrot á YouTube, har tú sært fólk spæla telduspælið Minecraft, eru ógvuliga væl umtókt. So mikið væl, at heitið á telduspælinum er blivið næstmest brúkta leitiorðið á YouTube, skrivar BBC. Serliga eru tað børn og ung úr øllum heiminum, sum sita í tímavís og fylgja við, hvussu aðrir Minecraft fjepparar spæla telduspælið. Tað sermerkta við hesum videobrotunum er, at fjeppararnir vísa ikki einans, hvussu teir spæla, men teir greiða eisini frá samstundis. Nógvu tímarnir á YouTube hava fingið fleiri foreldur at Minecraft fjepparum at øtast, tí telduspælið og videobrotini á Youtube fara við ov nógvari tíð. Men foreldur eiga ikki at óttast, heldur Bec Oakley, ið hevur internetblogguna Minemum, sum hjálpir foreldrum, hvørs børn brúka nógva tíð upp á Minecraft. YouTube er fyri hesa generatiónina, sum sjónvarpið var fyri okkum. Tað er soleiðis, børnini í dag vilja verða undirhildin, læra og deila við onnur. Tá tey hyggja eftir videobrotunum, har onnur spæla Minecraft, fáa tey betri vitan um spælið, og sostatt kunnu tey deila sína vitan við onnur børn, sigur Bec Oakley við BBC. Sálarfrøðingar, ið hava granskað í spælinum, eru ikki eins bjartskygdir um Minecraft og videobrotini á YouTube. Í eini grein í Quartz Magazine blivu foreldur at Minecraft fjepparum ávarað um spælið. Hóast tað kann tykjast, sum børnini eru kreativ og læra nógv við sjálvi at spæla Minecraft og eisini síggja onnur spæla og greiða frá, so søgdu tey børnini, vit høvdu við í okkara granskingarverkætlan um Minecraft, at tey vóru snarsint og erkvisin, tá tey høvdu spælt spælið, siga sálarfrøðingarnir Jun Lee og Robert Pasin. Atlantic Airways skiftir tyrluflotan út og keypir tvær nýggjar tyrlur av slagnum AW 139, ið felagið ætlandi yvirtekur í fyrru helvt av 2016. Talan er um ein munandi bata fyri tyrlutilbúgvingina og rutuflúgvingina millum oyggjarnar. Nýggju tyrlurnar skulu loysa av tær báðar 20 ára gomlu Bell 412, sum í dag eru í tyrlutilbúgvingini og rutuflúgvingini millum oyggjarnar. Talan verður um ein munandi bata fyri tyrlutilbúgvingina og rutuflúgvingina. AW 139 tyrlurnar kunnu flúgva heilt út á 200 fjórðinga sjómarkið, har tær kunnu arbeiða í 30 minuttir í bjargingarátøkum. Bell 412 kunnu bert flúgva út á 127 fjórðingar at arbeiða í 30 minuttir. Gott til sjúkraflutning Í neyðstøðum og undir sjúkraflutningi hava AW 139 pláss fyri tveimum børum, tveimum av manningini í kabinuni og fýra avvarðandi. Bell 412 hava einans rúm fyri einari børu, tveimum av manningini í kabinuni og trimum avvarðandi. Samanumtikið er nógv meira pláss til bjargingararbeiði umborð á nýggju tyrlunum. Cruise ferðin hjá AW 139 er 260 kilometrar t, og mesta ferðin er 303 kilometrar t. Bell 412 hava somu cruise ferð og mestu ferð í báðum førum 195 kilometrar t. AW 139 taka 15 ferðafólk, og Bell 412 hava rúm fyri níggju ferðandi. AW 139 eru útgjørdar við sonevndum super silent kabinum . Ljóðið umborð svarar sostatt til ljóðið umborð á einum ferðafólkaflogfari, og tí er ikki neyðugt við hoyrivernd, sum er alneyðug umborð á Bell 412. Nýggju tyrlurnar eru eisini útgjørdar við framkomnu RNP tøknifrøðini, ið verður brúkt umborð á Airbus flogførunum, og sum ger tað møguligt at flúgva lægri og í verri sýni enn í dag. Atlantic Airways hevur í fleiri umførum leigað AW 139 tyrlur til eitt nú flúgving í oljuvinnuni, og tí hevur felagið longu hollan kunnleika at handfara AW 139. Hetta er eitt stórt framstig fyri tyrlutænastuna, tí gomlu tyrlurnar kunnu minni og minni, so hvørt nýggjar og strangari reglur støðugt verða settar í gildi á økinum. Við AW 139 fáa vit nútímans tyrlur til framtíðina, sum lúka allar viðkomandi treytir, sigur Jørgen Holme, stjóri í Atlantic Airways. Landsstýrismaðurin fer tí sera lætt um lógina, sigur Herálvur Jacobsen, tí í lógini stendur, at landsstýrismaður skal seta fólkaskúlaráðið, sigur hann. Hann vísir á, at fólkaskúlaráðið hevur sera stóran týdning fyri fólkaskúlan, tí ráðið skal seta út í kortið, hvønn skúlapoltik vit vilja hava, sigur Herálvur Jacobsen við skúlablaðið. Lopfjølin er ein roynd at hjálpa ungum, sum snáva í fólkaskúlanum, tí tað er so torført hjá teimum at ganga í skúla. Tey eru rætt og slætt ikki við í teirri vanligu undirvísingini í skúlanum. Til samans fýra fólk samstarva hvør á sínum øki um at fáa Lopfjølina til at roynast væl, so hon heldur fram at verða ein góð gongd leið hjá næmingunum at taka 9. floksprógv ella at koma víðari út í skúlan aftur. Tey ungu, sum eru við í lopfjølini, hava ikki møtt upp í skúlanum og hava tískil mist ov nógvar undirvísingartímar. T í verða tiltøk sett í verk fyri at vita, um tey ikki kunnu koma inn aftur í skúlan. Skúlin hevur boðað Barnaverndini frá, og í samráð við Barnaverndina fæst greiði á, um hetta sosialpedagogiska skúlatilboð kann hjálpa næminginum. Tað vóru tær báðar songkvinnurnar Konni Kass og Sissal, ið spældu seg víðari í fyrra umfarinum í Sement, sum var í gjár. Kappingin var sum vanligt hørð, men tá dómara trioin Kristoffer Mørkøre, Eyðfinn Jensen og Jensina Olsen, høvdu tikið sína avgerð, vóru Sissal og Konni tær, ið høvdu spælt seg til tey bæði fyrru finaluplássini. Í kvøld verður annað innleiðandi umfarð, og tá skulu In Paralell, Tummas Eivind og Hans Arni, Maibritt Emjay , Slýggj og Iron Lungs kappast um rættin at sleppa í finaluna at kappast móti Sissal og Konni Kass. Finalan er komandi leygarkvøld. Kappingin er hørð, tí nógv stendur uppá spæl, umframt heiðurin at kalla seg ársins nýggi bólkur, so fær vinnarin studiotíð í Studion Bloch og eitt gávukort frá Simma. Annað innleiðandi umfarið byrjar klokkan 20 í kvøld í Reinsarínum. Hesar tyrlurnar eru sterkari, skjótari og størri enn tær 20 ára gomlu Bell 412. Eitt nú kunnu tær flúgva heilt út á 200 fjóð ringar sjómarkið og arbeiða í bjargingarátøkum í 30 minuttir, sigur Jørgen Holme og heldur fram Gomlu tyrlurnar kundu taka níggju ferðafólk hvør, meðan pláss eru fyri 15 ferðafólkum í AW139, sigur stjórin í flogfelagnum og vísir eisini á, at ferðafólk í níggju tyrlunum fara at hoyra munandi minni óljóð, tá flogið verður. Ein egyptiskur dómstólur hevur dømt fyrrverandi forsetan Mohammed Mursi og 105 onnur til deyða fyri at hava eggjað til ein fongsulsuppreistur í 2011. Uppreisturin førdi til, at fangar flýddu og lupu á løgreglufólk. Dómurin skal leggjast fyri ovasta átrúnaðarliga myndugleikan í Egyptalandi, stórmuftina, áðrenn hann kann verða settur í verk. Stórmuftin skal taka avgerð í málinum í seinasta lagi 2. juni. Mursi hevur áður verið ákærdur og dømdur í fleiri málum, men er higartil sloppin undan deyðarevsing. Muslimski Bróðurfelagsskapurin við Mursi á odda sat við valdið í Egyptalandi í 2011 og 12, men varð koyrdur frá við eitt hernaðarkvett í 2013. Mursi situr í løtuni ein fongsulsdóm uppá 20 ár fyri dráp á mótmælisfólk uttan fyri forsetaborgina í Kairo í desember 2012. Nógv ymisk tiltøk eru á skránni, og hóast veðrið ikki hevur verið av tí besta, vóru umleið 1500 fólk til tiltøkini í gjár. Eitt nú vóru X Factor fólkini Jógvan og Emilie Esther og sungu í Vestmanna í gjár. Fyrr í dag var skipað fyri felags innsigling av Fútakletti við gamla postbátinum Ólavi fremst. Síðani varð borðreitt við súpan í tjaldinum á keiøkinum, tá bátarnir høvdu lagt at. Tónleikurin fyllir nógv á Bátastevnuskránni, og fleiri ymiskir tónleikabólkar spæla í kvøld. Shamrock leggur fyri við írskum fólkatónleiki, og síðani verður stóri Bátastevnudansurin í stóra tjaldinum á keiøkinum, har kendi, norski bólkurin Holmsv og Hans Jacob Hjelm og Vinmenn spæla til dans. Í tí minna tjaldinum, sum í ein ávísan mun er ætla tí yngra ættarliðnum, spæla Grandma s Basement og Signar í Homrum. Á seinasta FM kappingardegnum vórðu ársins svimjarar og stjørnuskot kosin. Hjá kvinnum fall valið á Sáru R. Nysted, og hjá monnum bleiv Pál Joensen ársins svimjari. Bæði úr Suðuroyar Svimjifelagi. Bæði ársins stjørnuskot eru úr Havnar Svimjifelagi, og eru tey Vár E. Eidesgaard og Marius Ihlen Gardshorn. Ásbjørg Hjelm, Ægir, setti føroyskt met á 50 metrum bringusvimjing við tíðini 32.70, og hon setti somuleiðis met á 100 metrum í somu grein við tíðini 1.11.53. Hesi bæði metini eru somuleiðis juniormet. FM í svimjing 2015 er av á hesum sinni, og næsta avbjóðingin hjá 15 føroyskum svimjarum er Oyggjaleikirnir í Jersey um mánaðarskiftið juni juli. Nýggja lógin ásetir, at fólk, ið nýta skotvápn, skulu hava verið á vápnatrygdarskeiði og hava vápnaprógv. Higartil hevur einasta krav til fólk, ið eiga skotvápn, verið, at tey eru 18 ár ella eldri. Í uppskotinum, sum løgmaður legði fyri tingið, var ikki møguligt at skjóta í ítróttahøpi, fyrrenn ein var fyltur 18 ár. Hetta mettu ítróttarfeløgini vera eitt bakkast fyri føroyskan skjótiítrótt, og løgmaður sendi tí rættarnevndini eitt broytingaruppskot um, at ítrótturin skuldi verða undantikin reglunum. ÍSF og Skjótisamband Føroya fegnast um broytingarnar, sum nú eru gjørdar, og meta, at tær fara at betra um skjóti og vápnatrygdina í Føroyum. Við lógini eru eisini komnar greiðari reglur fyri, hvussu millum annað ungir ítróttaskúttar kunnu setast við og lærast upp. ÍSF og Skjótisamband Føroya vænta, at nýggja lógin fer at vera við til at menna skjótingina sum ítrótt í Føroyum. Eisini fara føroyskir ítróttaskúttar at fáa betur møguleika at gera seg galdandi uttanlands, tá føroysku vápna og trygdarloyvini verða góðkend í ES. Tunlarnir verða nú riknir av hvør sínum partafelagi, sum eisini hevur staðið fyri at byggja teir. Landsverk hevur tó havt ábyrgdina av at góðkenna tunnilsverkætlanirnar mótvegis landsstýrismanninum og hevur havt eftirlit við, at tær vórðu framdar samsvarandi góðkendu ætlanunum. Ein av høvuðsuppgávunum hjá Landsverki er at reka og halda vegir, tunlar og brýr. Tí heldur arbeiðsbólkurin, at tað hóskar væl at leggja raksturin av undirsjóvartunlunum til Landsverk at umsita. Ta avgerðina hevur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður tikið, og reiðaríið fekk boð um avgerðina seinast í apríl. Avgerðin hjá Løgmansskrivstovuni er nógv linari enn tilmælið frá Vørn, sum bað Løgmansskrivstovuna taka bæði veiðu og fiskiloyvið frá Anitu med alla. Í boðunum fær felagið at vita, at eftir lógini um vinnuligan fiskiskap, verða øll veiði og fiskiloyvi tikin frá Anitu, fyribils, frá 18. desember í fjør og til 31. august í 2016. Nýggj loyvi kunnu ikki útskrivast í hesum tíðarskeiði, eru greiðu boðini frá Løgmansskrivstovuni. Avgerðin er fyribils, tí reiðaríið hevur lagt málið fyri Føroya rætt. Í svari til Løgmansskrivstovuna hevur reiðaríið víst á, at skipið bert einaferð er tikið fyri ólógligan fiskiskap, og tað eru skipari og reiðari dømdir fyri, tí hevur málið longu fingið revsirættarligar og fyrisitingarligar fylgjur. Reiðaríið vísti eisini á, at síðani í fjør vár hevur skipið bert einaferð verið til fiskiskap. Tá var Vørn á ófráboðaðari vitjan umborð, og tá vísti alt seg at vera í tráð við lógina um vinnuligan fiskiskap. Pf. Seta vísti eisini á, at rætturin í dóminum í desember í fjør, legði dent á linnandi umstøður, tí ákærrin fekk ikki viðhald í pástandinum um eina bót uppá 750.000 krónur, men dømdi skipara og reiðara at rinda 450.000 krónur í bót. Løgmansskrivstovan sigur í skrivinum til felagið, at øll loyvi verða tikin frá skipinum til 31. august næsta ár, fyri at tryggja ímóti endurtøku í bræði, og til tess greitt at staðfesta, at tað er umráðandi, at farið verður um náttúrutilfeingið á skynsaman hátt. Løgmansskrivstovan endar brævið til Pf. Seta við at boða frá, at avgerðin kann leggjast fyri sorinskrivaran. Tað hevur reiðaríið longu gjørt. Tað gjørdi felagið í fjørheyst, tá løgmaður fyribils tók øll rættindi frá skipinum, og skipið varð lagt frá 1. november í fjør. Tá heitti Pf. Seta á Føroya rætt, um at ógilda avgerðina hjá Kaj Leo Holm Johannesen, um at taka veiðu og fiskiloyvið frá skipinum. Síðani tá hava partarnir samskift um ta málið, og 8. juni skal advokaturin hjá Løgmansskrivstovuni svara uppá eitt rættarmálsrit frá P f Setu í málinum. Tí er framvegis ikki greitt, nær málið kemur fyri í rættinum. Nú bátastevna er í Vestmanna, steðgaði løgreglan í gjárkvøldið og út á náttina umleið 30 bilum, fyri at vita hvussu standurin var. Føroyska kvinnulandsliðið í flogbólti tapti í dag 2 3 fyri Luksemburg. Hetta er triðju fer í kappingini, at Føroyar tapa fimmsettara. Eftir dystin hitti Leivur Frederiksen Sofíu Purkhús, sum var sera vónbrotin, nú tað aftur endaði við tapi Úrsltini hjá føroyska landsliðnum í EM undankappingini vórðu hesi Føroyar Skotland 2 3. Føroyar Liktenstein 3 1. Føroyar Kýpros 2 3 og Føroyar Luksemburg 2 3 Føroyska kvinnulandsliðið í flogbólti tapti í dag 2 3 fyri Luksemburg. Hetta er triðju fer í kappingini, at Føroyar tapa fimmsettara. Úrsltini hjá føroyska landsliðnum í EM undankappingini vórðu hesi Føroyar Skotland 2 3. Føroyar Liktenstein 3 1. Føroyar Kýpros 2 3 og Føroyar Luksemburg 2 3. Eftir dystin hitti Leivur Frederiksen Sofíu Purkhús, sum var sera vónbrotin, nú tað aftur endaði við tapi, hoyr samrøðuna í ítróttartíðindunum. 14 ára gamla Sára Ryggshamar Nysted er ársins svimjari hjá kvinnum. Hoyr samrøðu við Sáru, Pál Joensen, Jón Bjarnason og Rók í Jákupsstovu í sendingini. NSÍ snávar ikki og lat ikki ein truplan útivøll gera nakað við kósina móti einum føroyameistaraheiti. B36, HB og Víkingur, sum renna aftaná lótu ikki frástøðuna verða størri og vunnu sínar dysir. Men aftastu liðini økja um frástøðuna og hava gjørt eina gjógv í stigatalvuna. Úrslitini í 12.umfari FC.Suðuroy NSÍ 1 3 0 1 Magnus H. Olsen 3 min 1 1 Jón Krosslá Poulsen 17 min 1 2 Pól Jóhannus Justinussen 60 min 1 3 Haraldur R. Højgaard 62 min AB HB 0 1 0 1 Levi Hanssen 60 min brotsspark KÍ TB 1 0 1 0 Heðin Klakstein 28 min EB ST B36 0 2 0 1 Andrias. H. Eriksen 56 min 0 2 Jákup á Borg brotspark 83 min ÍF Víkingur 1 3 0 1 Atli Gregersen 15 min 0 2 Finnur Justinussen 60 min 0 3 Andreas Lava Olsen 1 3 Clayton Suares Stigatalvan eftir 12 umfør. 1 NSÍ 28 stig 2 B36 25 stig 3 HB 22 stig 4 Víkingur 20 stig 5 Kí 17 stig 6 TB 15 stig 7 ÍF 14 stig 8 FC.S 9 stig 9 AB 6 stig 10 EB ST 6 stig Næsta umfar í effodeildini FM stevna og Juniormeistarastevna hevur verið í Gundadali um vikuskiftið, og hava úrslitini verið framúr góð tilsamans. Rókur Í Jákupsstovu tekur samanum kappingina í sendingini. Ársins svimjari hjá kvinnum í ár, gjørdist 14 ára gamla Sára Ryggshamar Nysted úr Susvim, sum svam seg til tilsamans 15 gullheiðursmerki í ávíkavist FM og FJM, haraftrat 2 bronsu og 1 silvurmedalju. Hoyr samrøðu við Sáru her. Ársins svimjari hjá monnum, gjørdist enn einaferð Pál Joensen úr Susvim, við í alt 14 gullheiðursmerkjum og 1 silvuri. Haraftrat vann hann heiðurin hægsta stigatal . Hoyr samrøðu við Pál her. Eitt ógvusligt El Ni o er um at mennast og fer at raka í ár. Tað staðfesta trý av heimsins størstu veðurlagsinstituttum, National Ocean and Atmosphere Administration í USA, Veðurstovunurin í Japan og veðurstovnurin í Avstralia. Stovnarnir siga einmælt, at Kyrrahavið er nú so upphitað, at tað slepst ikki undnan, at El Ni o, ið kann elva til skerping og turk í støðum og ógvusligt áarføri og vatnflóð aðrastaðni á knøttinum. Áður hevur El Ni o fingið skyldina fyri millum annað ógvusligar vatnflóðir í Meksiko, skriðulop í Kalifornia og at avgrøðir eru oyðilagdar og at einki fekst burtur úr heystinum í Asian, vísir CNN á. Ógvusligt El Ni o var í 1997 og 1998, og bara í USA kostaði tað, sambært amerikonsku sjónvarpsrásini, millum 10 og 25 milliardir dollarar. Eitt veikari El Ni o í 2009 elvdi til, at indiski summar monsunurin ikki var so harður sum vanligt. India fekk ringasta skerping í 40 ár, og prísurin á sukuri hækkaði við risalopum. Trupulleikin kann eisini raka rísframleiðsluna í Asia, har 90 prosent av rísinum verður dyrkað. Reuter skrivar, at El Ni o, sum hóttir nú, kann elva til skerping i Asia og raka avgrøðirnar har, skrivar Ritzau. El Ni o er spanskt og merkir dreingjabarn. Sambært Danska veðurstovninum hevur veðurfyribrigdið fingið heitið, tí íbúgvar í Peru og Ekvador løgdu til merkis veika upphitin í havinum við Kyrrahavsstrondina, í eystara parti í Kyrrahavinum, á hvørjum ári við jóltíðir. Fá ár eru millum El Ni o, sum kemur í ymsiskari styrki. Fyribrigdið byrjar í havinum og í luftini, og elvir til, at yvirflatuvatnið í eystara Kyrrahavinum verður upphitað, og tað ávirkar veðrið í tropiska økinum. Tað var norski forsætisráðharrin, Erna Solberg, sum almannakunngjørdi avtaluna við norska felagið, og skipið liggur nú í Bergen, har tað verður riggað til. Norska stjórnin hevur lovað ES at senda eitt skip til Miðjarðarhavið áðrenn 1. august. Tá stjórnin bað um tilboð, vístu 48 feløg tiltakinum áhuga. Skipið Siem Pilot, sum er bygt í 2010, fekk uppgávuna. Ætlanin er at norska skipið skal fara til Miðjarðarhavið um mánaðarskiftið. Endamálið er at taka flóttafólk úr skipum og bátum, og føra tey til Italia. Skipið kann hava 500 flóttafólk umborð. Norska løgreglan skal hava eftirlitið umborð á skipinum, og umboð fyri norsku verjuna skulu eisini við. Norska skipið skal vera partur av átakinum hjá ES í Miðjarðarhavinum, sum nevnist Triton, og skipið verður tøkt í seks mánaðir. Arbeitt hevur verið í hálvt annað ár við at fáa lív í aftur Gamla posthúsið í Vági. Umvælingararbeiði er nú liðugt, og leygardagin lat nýggi tænastudepilin upp. Í Miðlatúni, sum nýggi tænastudepilin eitur, eru Býarbókasavnið og Kunningarstovan í Vági nú savnað undir sama taki, skrivar Suðurrás á netinum. Í grannalondum kunnu fyritøkur nokta fyri at taka ímóti reiðum peningin, og hildið verður, at rætturin at kunna rinda við leysum og seðlum verður fer at verða tikin av. Norska ferðavinnan mælir til somu broyting í Noreg. Í 2013 svaraðu 47 prosent, at teimum dámar betur at brúka reiðan pening á caf um og matstovum. Tvey ár seinni er hetta talið minkað niður í 29 prosent, vísur spurnarkanningin hjá NHO Reiseliv, ið sæst Et kontantfritt reiseliv. Kai Olsen heldur, at tað er løgið, at fyritøkur noyðast at taka ímóti reiðum peningi, sum er á veg í søguna, samstundis sum myndugleikarnir á øðrum økjum noyða vinnulívið til at brúka talgildar loysnir. Norski tjóðbankin og Fíggjarmálaráðið eiga at strika reglurnar um at takast skal ímóti reiðum peningi. Myndugleikarnir er líka so trekir, sum plátufeløgini vóru fyri 50 árum síðani. Tey halda aftur, tí tey halda, at vit líva í eini aðrari tíð, sigur Kai Olsen. Av 333 stjórum í fyritøkum innan ferðavinnuna, svaraðu beint omanfyri helvtin av teimum, at tey høvdu nokta fyri at taka ímóti reiðum peningi, um tey høvdu loyvi til tað. Tey vísa á, at tað kostar at hava reiðan pening, bæði avgjøld og tíð. Verður hetta veruleiki, so fer tað eisini at minka um svartar pengar. Nrk skrivar, at í Danmark verður rætturin at rinda við reiðum peningini spakuliga skerdur og verður helst avtikin á nýggjárinum. Í Svøríki kunnu fyritøkur longu nú sýta fyri at taka ímóti reiðum peningi. Tónleikatiltakið skal vera hugnaligt og føroyskt, sigur ein teimum sum skipar fyri, Hans Olivur Joensen. Hann kunngjørdi í morgun fýra tónleikanøvn, sum skulu spæla til tónleikatiltakið sum er frá klokkan15.00 03.00 á Oyrabakka 11. juli. Nikolina av Kamarinum, Kristina Bærendsen, Alex Bærendsen og Flamma, eru nøvini ,sum vórðu kunngjørd í morgun. Talan verður um nostalgi og nýtt tilfar. Hans Olivur Joensen legði afturat at øll nøvnini ikki eru kunngjørd enn og í alt skulu 15 20 tónleikanøvn spæla Við brúnna. Hoyr samrøðuna omanfyri. Eg hugsaði bara, at nú skuldi okkurt stuttligt henda, og eg vildi gera okkurt skemt. Eg ringdi til vinfólkini Trónd Dalsgarð og Jónu Ólavsdóttir Dalsgarð, og soleiðis byrjaði Føroya Portalurin. Seinastu 10 vikurnar hava vit sæð stuttlig, braneggjað og speisk innsløg í sjónvarpinum, tá sendingin Føroya Portalurin hevur verið hvørt fríggjakvøld í Kringvarpið Føroya. Vit roknaðu ongantíð við, at Føroya Portalurin fór at blíva so stórur og fór at hava fjepparar, tí tað var bara roks og fjas. Men har fóru vit skeiv, sigur Bjarni Arge. Eitt, sum eyðkendi Føroya Portalin, tá hann framvegis bert var á netinum, var, at fólkini, sum skrivaðu, vóru dulnevnd. Men tað bleiv broytt, tá Føroya Portalurin bleiv til sjónvarpssending. Tað var ein stuttlig tíð, tá fólk ikki vistu, hvørji vit, sum gjørdu søgurnar, vóru. Tú kanst siga, at onkursvegna fór mystikkurin, tá Føroya Portalurin bleiv til sjónvarp, men hinvegin so var tað ein treyt, og harafturat var tilboðið um at gera sjónvarp so mikið gott, at vit kundu ikki siga nei til tað, fortelur Bjarni Arge, sum enn ikki veit, um Føroya Portalurin heldur fram. Flogfeløgini í USA fara at flúgva 222 milliónir ferðafólk í tíðarskeiðnum frá 1. juni til 31. august í summar, er spádómurin hjá Airlines of America, ið felagið fyri flogvinnuna í landinum. Sostatt fer vinnan eisini at seta nýtt met, tá í miðal 2,4 milliónir fólk hvønn dag fara st seta seg umborð á flogfør, ið annaðhvørt flúgva innanríkis ella uttanríkis flúgving. Orsøkin, til at flogvinnan í USA væntandi fer at seta nýtt met í summar, er uppgongutíðir í búskapinum, ið nú eisini sæst aftur í talinum á keyptum ferðaseðlum umborð á flogførunum. Miðalprísurin á innanríkis flogferðum, íroknað avgjøld, er í løtuni 454 dollarar, ið svarar til 3.020 krónur. Miðalprísurin á flogferðum úr USA til útlond er í løtuni 1.619 dollarar, 10.768 krónur Fyrsta roknskaparárið hjá P f Pelagos í Fuglafirði royndist væl, hóast byrjað ikki varð at virka fisk fyrr enn miðskeiðis í august, skrivar Vinnuvitan á netinum. Avlopið hjá P f Pelagos í Fuglafirði í fyrsta roknskaparárinum var umleið 13 milliónir, hóast virkið bert virkaði fisk í fýra mánaðir í 2014. Tey í miðal 65 starvsfólkini, ið arbeiða hjá P f Pelagos í Fuglafirði, fingu útgoldið 21 milliónir í lønum í 2014, ið svarar til eina miðalløn sum var 323.000 krónur. Íløgurnar í uppsjóvarvirkið kostaðu 240 milliónir krónur. Leiðslan er bæði vælnøgd við virkið og gongdina hjá virkinum fyrsta roknskaparárið, skrivar Vinnuvitan. Sálarligar sjúkur og rúsdrekkamisnýtsla seta síni spor har tær raka. Livimátin í familjuni verður í stóran mun broyttur, og hetta kann verða trupult at skilja serliga hjá børnum. Einsamøll standa tey við stóru spurningunum, ringu samvitskuni, skommini og einseminum. Børnini leingjast eftir at tosa við onkran, men ofta kenna vit okkum ótrygg í viðtaluni við sálarliga viðkvomu foreldrini og børn teirra. Vit ansa so væl eftir ikki at koma ov nær, ella ikki at gera ilt verri, tí velja vit mangan, í misskiltari umsorgan, at tiga. Men hetta er tað einasta vit ikki mugu gera. Á evnisdegnum fer royndi sosialráðgevin og familjuterapeuturin, Karen Glistrup, at viðgera tríggjar avgerandi avbjóðingar hesum viðvíkjandi. Í morgun var Karen í Góðan mrgun Føroyar og greiddi frá Skammlop í kondensaranum í eini frystiboks var orsøkin til eldsbrunan í einum húsum á Bøgøtu í Klaksvík fyri sløkum trimum vikum síðani. Eldurin varð fráboðaður um fýratíðina um náttina, men tá sløkkiliðið kom á staðið, var eldurin so stórur, at har var ikki hugsingur um at sløkkja hann. Seinastu tríggjar mánaðirnar hava fólk ikki búð í húsunum. At haldførið í føroyska búskapinum er so vánaligt, at vísitalið er minus fimm, má fáa politikarar at vakna, sigur John Smidt, stjóri í danska búskaparráðnum, nú skipað verður fyri búskaparráðstevnu í Føroyum. Klokkan eitt í dag verður fundur millum borgarstjórarnar í Suðuroynni, Karsten Hansen landsstýrismann, og leiðsluna á Suðuroyar sjúkrahúsi um føðideildina á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Borgarstjórarnir í Suðuroy vilja millum annað vita, um tað eru pengar, sum eru orsøkin til at føðideildin á sjúkrahúsinum í oynni má latast aftur á nýggjárinum. Harumframt vilja borgarstjórarnir í Suðuroy vita um aðrar orsøkir eru til avgerðina, enn tær sum standa í skrivinum frá leiðsluni á Suðuroyar sjúkrahúsi. Tað hevur týdning at vit lýsa og skriva um okkara samtíð eru Kári Árting og Marna Jacobsen samd um. Kári Árting, stjóri í Rit og Rák, skrivað út eina skalsøgukapping í samstarvi við aðrar bókhandlar. Krøvini til skaldøguna eru at hon skal vera ein samtíðarskaldsøgu, ið viðger tilveruna her og nú og fara fram í føroyum. Freistin at senda inn er 1 septembur og vinnarin fær 50.000krónurumframt at bókadeildin gevur samtíðarskaldsøguna út. Hoyr meira um kappingina og tørvin eftir samtíðarskaldøgum omanfyri. Tað er næstan ov gott til at vera satt, siga danskir granskarar, ið hava kannað árinini av svøvn hormoninum, Melatonin, hjá fólki, ið eru sjúk við krabbameini, skrivar videnskab.dk Líkindini, fyri at krabbameinssjúklingar yvirliva sjúkuna, økist í nøkrum førum úr 28,4 prosentum upp í 52,2 prosent, fáa sjúklingarnir viðgerð við Melatonin samstundis sum kemoterapi, vísir granskingarúrslitið hjá donskum granskarum. Lítil gransking er gjørd. Tað er spell, tí tað sær út til, at tað fjalir seg ein bæði bílig og munagóð viðgerð við Melatonin, sigur Mogens Cla sson, tann eini granskarin, ið hevur skrivað greinina í Ugeskrift for læger Tað eru ikki bert teir báðir granskarnir, ið hava skrivað greinina, sum varð kunngjørd í morgun, ið fegnast. Eisini á Københavns Universitet er spenningur um nýggja granskingarúrslitið. Hóast tað krevur nærri kanningar, er úrslitið av granskingini so mikið gott, at tað er vert at kanna nærri, sigur Thomas Benfield, professari á Institut for Klinisk Medicin á lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Higartil er ikki nógv gransking gjørd í sambandinum millum svøvn hormonið, Melatonin, og árinini á krabbameinssjúklingar. Tað er eisini ein av orsøkunum til at meira gransking skal gerast, sambært greinini. Havstovan sigur, at úrslitini skulu tó takast við ávísum fyrivarni, tí vánaliga veðrið kunnu hava ávirkað kannin garnar skeiva vegin. Tó vísa kanningarnar, at nakað meira er til av smáari sild. Kanningarnar eru skipaðar sum felags kanningar. Umframt Magnus Heinason vóru rannsóknarskip úr Danmark, Íslandi, Noregi og Russlandi við í kanningunum. Endamálið við kanningunum er millum annað at fáa tilfar til vega, sum liggur til grund fyri stovnsmetingunum, sum verða gjørdar seinni í summar. Úrslitini frá kanningunum verða endaliga viðgjørd á felags fundi ímillum luttakandi londini um hálvan juni, og verða kunngjørd í eini felags frágreiðing eftir fundin. Um stutta tíð fær Skælingur grøna orku. Jógvan Svarthamar og Árni Mortensen hava gjørt eina vatnturbinu, sum verður sett til um um stutta tíð. Turbinan fer at hita vatnið til húsarhaldini í bygdini. Magnus Svarthamar, bóndi, hevur havt trupulleikar við ridluskriða. Nú hevur hann tikið blóðroyndir av øllum seyðinum, og í framtíðini verður bara seyður við frískum geni settur við, sigur hann. Í ár og næsta ár tekur hann av allan seyðin, ið ikki hevur rætta blóðflokkin. Hin bóndin á Skælingi er Tummas Hansen, sum hevur tann syðra partin. Við honum spáka vit ein túr suður um bygdina. Tummas greiðir millum annað frá onkrum søguligum viðurskiftum í bygdini. Rakul Enni og Steingrím Niclasen eru bæði av Tvøroyri. Tey hava búð í eina tíð á Skælingi, haðani mamma Rakul er ættað. Tey siga, at á Skælingi liva tey serliga nær náttúruni. Tá nógv brim hevur verið, finna tey bæði gággur og krossfiskar í túninum. Meðan vit vitja, drepa brøðurnir Magnus og Jákup og aðrir ein geitabukk. Bóndahúsið hevur havt geitir í eina tíð, men tær halda alt ov nógvan gang, og tí verða allar flettar seinni í ár. Í mong ár hevur Edna Einarsson á Skælingi gjørt mat til ymisk høvi kring landið. Hon hevur væl útgjørdan køk í sethúsunum á Skælingi, og hon sigur, at tað er skjótt at koyra allastaðni. Jákup Svarthamar koyrir mjólkarbil fyri MBM. Hóast yngri beiggin hevur fest, er øll familjan við í arbeiðnum á garðinum, og Jákup sigur, at fyri seg er bóndalívið ein sjálvsagdur liviháttur. Saman við manninum Jógvani, hevur Dinna Svarthamar Djóravistina á Skælingi. Higar koma hundar og kettur at verða ansað, serliga um summarið og tá høgtíðir eru, tí tá fara fólk at ferðast. Dinna, sum er 64 ár, minnist øll tey størstu framstigini á Skælingi. Í sendingini hesa ferð hoyra vit løg eftir Lennart Kullgren og Kristina Blak umframt løg hjá amerikanskum indianarum av fløguni Heyoka hjá bólkinum Loaned Finery, sum kom út á Tutl í 1995. Áskoðarunum dámar væl hetta slagið av kappróðri, tí hann er heilt øðrvísi enn siðbundni róðurin. Vit hittu nakrar áskoðarar og fyriskiparar í Vestmanna leygardagin. Fýra ungdomslandslið í hondbólti hava um vikuskiftið verið í Reykjavík og roynt seg móti javnaldrandi íslendingum. Átta landsdystir vórðu leiktir, og vunnu Føroyar tveir av teimum. Gentur 15 vunnu sín dyst leygardagin, og í gjár vunnu gentur 16 stórsigur 37 25. Fimm mannafarið Erla Kongsdóttir og 10 mannafarið, Havnarbáturin, vóru tveir av stóru sigursharrunum í seinasta umfarinum av Ódnartaki. Ódnartak er ein kappróðrarkapping, har bátarnir bert rógva sjálvan startin á umleið 140 metrar. Fimm føroysk met vórðu sett á árligu føroyameistarastevnuni í svimjing, sum hevur verið um vikuskiftið. Sára Nysted og Pál Joensen vórðu kosin ársins svimjarar, og so vóru eisini onkur ávæntað úrslit. Her er ein samandráttur frá FM í svimjing. Tað vóru fólk hjá Steven Spielberg, sum settu seg í samband við Visit Faroe Islands, tí tey høvdu sæð brandingmyndir úr Føroyum, sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands VFI At landsstýrið er farið undir at forskatta pensjónir, hevur skatt haldførið í føroyska búskapinum. Tað heldur John Smith, stjóri í danska búskaparráðnum. Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður. Hann væntar ikki at tað verður neyðugt at taka málið frá Jacob Vestergard fyri at fáa tað framt. Bárður á Steig Nielsen segði við Útvarpið í síðstu viku, at leggur Jacob Vestergaard ikki fram uppskot um alment partafelag, má løgmaður annaðhvørt áleggja honum tað, ella má løgmaður sjálvur leggja uppskotið fyri Løgtingið, segði Bárður á Steig Nielsen Tað er greitt, nú Landsnevnd Sjálvstýrisfloksins hevur viðgjørt spurningin um uppstilling av nýggjum, nú flokkurin hevur fingið nýggjan formann. Men støðan er nú umrødd av nýggjum, og breið semja er í flokkinum um at stilla upp til komandi fólkatingsval, sigur Sjálvstýrisflokkurin í tíðindaskrivi. Flokkurin hevur gjørt av at stilla tvey valevni upp til fólkatingsvalið. Tey verða formaður floksins, Jógvan Skorheim, og formaðurin í landsnevndini, Pól Jákup Poulsen. Í svari til Gunvør Balle, løgtingskvinnu, váttar landsstýrismaðurin tað, sum Ewald Kjølbro, stjóri í Landsverki, segði við Útvarpið tann 8.mai. Arbeiðið er seinkað tríggjar fýra mánaðir, men miðað verður framvegis eftir, at tað verður liðugt í august næsta ár. Men tað krevur so fleiri fólk á byggiplássinum og longri arbeiðsdagar sambært nýggju tíðarætlanini. Roknivillan hjá ráðgevanum Lemming og Eriksson varð staðfest í desember í fjør. Arbeiðið at stoypa betongtrappurúmini lá stilt til í mars. Tað er tí greitt, at Lemming og Eriksson hava ábyrgdina av roknivilluni og fíggjarligu avleiðingunum av henni, sigur landsstýrismaðurin. Strandfaraskip landsins eiga at hava sítt egna avloysaraskip til útoyggjarnar, so sleppast kann undan at leiga skip hvørja ferð, strandfaraskipini skulu á beding, heldur Johan Dahl, landsstýrismaður. Eitt slíkt skip kann fáast fyri sjey til níggju milliónir krónur, sigur landsstýrismaðurin í svari til Høgna Hoydal, løgtingsmann. Strandfaraskip landsins fingu tvey tilboð upp á siglingina hjá Rituni. Annað tilboðið var 10.000 krónur um dagin, tað var Jósup, hitt tilboðið var 13.000 krónur, upplýsir Johan Dahl. Halldór Ásgrímssom fekk ein hjartatilburð fríggjadagin, tá hann varð staddur í summarhúsi sínum í Grímsnesi, sum er stutt eystan fyri Reykjavík.Hann varð fyrstu ferð valdur í altingið fyri Framsóknarflokkin í 1974 og var altingsmaður í 31 ár. Halldór Ásgrímsson var formaður Framsóknarfloksins frá 1994 til 2006. Ráðharri var hann í 19 ár, og hann var í flestu ráðharraembætum í Íslandi. Í september í 2004 gjørdist hann forsætisráðharri, men knappliga tvey ár seinni, í juni 2006, avgjørdi hann at gevast í politikki. Leikurin er lagaður eftir føroyskum viðurskiftum og umstøðum, og tí skulu leikararnir, sum fara í ta stóru veitsluna í leikinum, í føroysk klæðir. Men tað er torført at fáa fatur á hesi eymu ognini hjá fólki, sigur Marita Dalsgaard. Vit hava brúk fyri trimum mannfólka og trimum kvinnubúnum. Óneyðugt er at læna okkum øll klæðini, men einar hosur ella ein troyggja gera mun. Tey, sum hava okkurt liggjandi, eru vælkomin at seta seg í samband við Maritu S. Dalsgaard á Facebook, ella fara á Tjóðpallin við klæðunum. Hoyr samrøðuna omanfyri. Borgarstjórarnir í Suðuroynni hava avtalað nýggjan fund í vikuni at viðgera støðuna, og kravið er framvegis tað sama At føðideild verður á Suðuroyar Sjúkrahúsi eftir 1. januar næsta ár. Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, sigur, at støðan er óbroytt eftir fundin í dag, og hann heldur fast um avgerðina at lata føðideildina aftur. Karsten Hansen hevur sett ein arbeiðsbólk at greina støðuna. Arbeiðsbólkurin skal koma við einum tilmæli til landsstýrismannin um hálvan juni. Tann tikkandi bumban. Tað var yvirskriftin, tá búskaparfrøðin á stórari føðingardagsráðstevnu hjá Almannaverkinum viðgjørdi vaksandi útreiðslurnar til almannamál næstu 30 til 40 árini. Gongdin er tann, at lutfalsliga fleiri eldri fleiri pensjónistar vera fyri hvønn persón á arbeiðsmarknaðinum. Alt hetta gongur út yvir búskapin, sum hevur alsamt truplari við at hanga saman. Hann er ikki haldførur í longdini. Við øðrum orðum sosiala kontraktin millum ættarliðini er í vanda. Við í sendingini eru búskaparfrøðingar, sum greina búskaparligu avbjóðingarnar fyri okkara vælferðarsamfelag við einari broyttari fólkasamanseting. Við eru eisini umboð fyri politiska Pensjónsbólkin, sum framvegis leitar eftir breiðu semjuni um grundleggjandi pensjónsviðurskiftini hjá okkum øllum føroyingum, og við er eisini landsstýriskvinnan í almannamálum, sum umsitur ta alsamt vaksandi almannaøkið. Vit vilja hava fleiri útbúgvingar í Føroyum, og at føroyingar taka útbúgving í Føroyum. Tað kann eisini skapa fólkavøkstur, sigur Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýrisflokkinum, sum sjálvur annar stillar upp til fólkatingsvalið fyri flokkin. Hann ásannar, at Sjálvstýrisflokkurin sigur í stevnuskránni, at fólkatingssessirnir eiga at verða tiknir av, men hetta skal ikki gerast, fyrr enn vit hava fingið sjálvstýri. Úrtøkan var góð, føroysku leikararnir komu heim aftur við ellivu heiðursmerkjum. Føroyar vunnu fimm gull, tríggjar silvur og tríggjar bronsur. Okkara hava kappast móti leikarum úr Danmark, Týsklandi, Svøríki og Íslandi. Vit vunnu fýra av fimm gull í U 13 bólkinum, so framtíðin er bjørt fyri føroyskt badminton, sigur Erik Engelbrecht Thomsen. Hvussu var tað, tú æt Tey flestu hava roynt at gloymt eitt navn á einum persóni, sum stendur beint framman fyri tær. Mann hevur møtt persóninum áður, og tað er ikki so stuttligt at spyrja, hvat navnið nú var. Youtube ararnir, Gregory Brown og Mitchell Miffit, hava gjørt eina vegleiðing, sum kann hjálpa tær. Tað ljóðar einfalt, men ofta gloymur mann ikki navnið á fólki, tí mann hevur ringt minni. Tað er ofta tí, at mann ikki fokuserar á at minnast tað. Um tú ert ein, sum kortini ikki megnar at minnast navnið, stúr ikki. Finn ein triðja persón, sum tú kennir og introdusera hann fyri hinum persóninum og lurta, hvat verður sagt. Í hesari serstøku sending er Kári Annand Berg, plátuvendari í 90 unum, vertur. Spældir verða nógvir av teimum kendastu country sangunum sum vit flest øll kenna. Dømi eru um, at timburmeistarar fáa sera fáar lærlingar, men fleiri vilja læra til eletrikara, sigur Føroya Handverksmeistarafelag. Ein orsøk til gongdina, heldur felagið, er økta kappingin um arbeiðsmegina. Serliga er tað norska oljuvinnan, sum dregur nógvar lærlingar til sín. Hetta er ein trupulleiki fyri føroyska vinnu, heldur Handverksmeistarafelagið. Tí um fá ár verður stórur tørvur á lærlingum og fólki við yrkisútbúgving ella tekniskari útbúgving. Í løtuni er ikki samsvar millum eftirspurningin av lærlingum, og talið av teimum, sum søkja um lærupláss, sigur felagið. Tað finnast ein rúgva av kostrákum, og júst eins og við klædnamóta so hava vit eisini matmóta. Til dømis er tað modernað nú at halda seg frá gluten, men í royn og veru, so tola tey allarflestu mat við gluten. Uttan so tey hava fingið staðfest eina sjúku sum til dømis cøliaki. Fleiri av kostrákunum fortelja okkum, at vit ikki skulu eta breyð, epli og rís, men í roynd og veru er epli, sum vit føroyingar altíð hava etið nógv av, ótrúliga heilsugóður matur, og eg haldi ikki, at vit skulu gevast at eta epli, bara tí at nú eru eplini ómodernað, sigur Snorri Patursson. Dagin eftir, at Sea Shepherd er komin til landið, kemur Margreta drotning til Føroya. Men sambært chefpolitiinspektørinum, er løgreglan eisini til reiðar at taka móti henni, hóast Sea Shepherd krevur sítt. Fólkatingsval stendur fyri durum. Hvør er uppgávan hjá føroysku fólkatingsumboðunum, og hvussu er leiklutur teirra broyttur gjøgnum tíðina Árni Gregersen, journalistur og viðmerkjari, og Eirikur Lindenskov, blaðstjóri og viðmerkjari, greina føroysku umboðanina á fólkatingi. El Ninjo er ein flógvur streymur, sum við jøvnum millumbilum tekur seg upp út fyri suðuramerikansku Kyrrahavsstrondini. Veðurfyribrigdið er misjavnt í styrki, og seinastu 30 árini hava sjey hørð El Ninjo verið. Tann harðasta var í 1997. Ein hørð El Ninjo kann hava skerping við sær í støðum og ógvusligt áarføri og vatnflóð aðrastaðni á jørðini. Lív Mikkelsen tosaði við Hjálmar Hátún, havfrøðing á Havstovuni Landsverk kann bjóða uppgávur út fyri minst 80 milliónir krónur afturat tí, sum stovnurin ger í dag. Hetta er ein av niðurstøðunum hjá nevndini, sum hevur greinað Landsverk. Marjun Dalsgaard tosaði við Arne Poulsen, formann í bólkinum, sum hevur greinað Landsverk fyri landsstýrismannin í fíggjarmálum. Løgreglan í Føroyum er klár, tá Sea Shepherd kemur til Føroya tann 14. juni. Tað sigur Jens Erik Nymark Jensen, chefpolitiinspektørur. Dagin eftir, at Sea Shepherd eru komin til landið, kemur Drotning Margreta til Føroyar. Men sambært chefpolitiinspektørinum, so er løgreglan eisini klár at taka móti henni, hóast Sea Shepherd krevja sítt. El Ninjo er ein flógvur streymur, sum við jøvnum millumbilum tekur seg upp út fyri suðuramerikansku Kyrrahavsstrondini. Veðurfyribrigdið er misjavnt í styrki, og seinastu 30 árini hava sjey hørð El Ninjo verið. Tann harðasta var í 1997. Ein hørð El Ninjo kann hava skerping við sær í støðum og ógvusligt áarføri og vatnflóð aðrastaðni á jørðini. Lív Mikkelsen tosaði við Hjálmar Hátún, havfrøðing á Havstovuni Løgreglan í Føroyum er klár, tá Sea Shepherd kemur til Føroya tann 14. juni. Tað sigur Jens Erik Nymark Jensen, chefpolitiinspektørur. Dagin eftir, at Sea Shepherd eru komin til landið, kemur Drotning Margreta til Føroyar. Men sambært chefpolitiinspektørinum, so er løgreglan eisini klár at taka móti henni, hóast Sea Shepherd krevja sítt. Landsverk kann bjóða uppgávur út fyri minst 80 milliónir krónur afturat tí, sum stovnurin ger í dag. Hetta er ein av niðurstøðunum hjá nevndini, sum hevur greinað Landsverk. Marjun Dalsgaard tosaði við Arne Poulsen, formann í bólkinum, sum hevur greinað Landsverk fyri landsstýrismannin í fíggjarmálum. Eftir øllum at døma varð grindalógin ikki nóg væl frágingin, tá hon varð endaliga samtykt, áðrenn tingið fór til hús, tí nú hevur løgtingsformaðurin boðsent løgtinginum til fundar hósdagin at viðgera broytingar í lógini. Tá tingið endaliga samtykti grindalógina, sum gevur revsing fyri roynd at forða fyri grindadrápi, varð ein tillaging í lógini gloymd. Tað merkir, at í løtuni ber ikki til at revsa sambært grein 13 í lógini, og tí er hon ikki fullfíggjað, sigur løgtingsformaðurin. Jógvan á Lakjuni sigur í skrivi til tingmanningina, at til tess at nýggja grindalógin skal verða fullfíggjað, og setast í verk longu í summar sum ætlað, er neyðugt at gera nakrar broytingar í lógini. Tí verða fleiri tingfundir hósdagin. Tann 13. mai 2015 varð løgtingslóg um grind og annan smáhval Grindalógin endaliga samtykt. Undir 2. viðgerð, eisini tann 13. mai 2015, varð eitt nýtt stk. 3 sett inn í 3, og verandi stk. 3 bleiv stk. 4, uttan at neyðugar tillagingar vórðu gjørdar í 13. Hetta merkir, at um brot verður gjørt á 3, stk. 4, sum ásetur Stk. 4. Ikki er loyvt at reka ella ávirka farleiðina hjá eini grind ella øðrum smáhvali við tí í hyggju at forða grindadrápi, eisini í førum, har avgerðin at halda grindini til enn ikki er tikin, ella í førum, har sýslumaðurin hevur tikið avgerð um, at grindin ikki skal haldast til. ber í løtuni ikki til at revsa sbrt. 13, tí hon er ikki virkin fyri stk. 4. Til tess, at nýggja grindalógin kann verða fullfíggjað, og kann setast í verk longu nú í summar, sum ætlað, verður tískil hetta uppskot lagt fram. Ætlanin er at avgreiða málið sama dag, og tí verða fleiri tingfundir henda dag. Fróðskaparsetur Føroya hevur ment seg nógv, síðani tað varð sett á stovn fyri 50 árum síðani. Serliga hesi seinastu árini eru fleiri nýggjar útbúgvingar settar á stovn, bæði á bachelor og masterstigi. Hetta er sjálvandi gott, so tey ungu verða verandi í landinum, men játtanin til Setrið fylgir ikki við, heldur Bogi Bech Jensen, undirvísingarleiðari á náttúruvísindadeildini. Seinasta summar gjøridst Grønland partur av innara marknaðinum í ES, og tí skulu grønlendsk skip nú lúka nýggjar treytir. Tí eru skip sum Polar Princess endað í einari fløkju millum føroyskar og danskar heilsumyndugleikar. Tað er klossut, um føroyskir heilsumyndugleikar styggja grønlendsk skip, sum vilja landa í Føroyum, burtur, heldur Janus Rein, tingmaður fyri Fólkaflokkin. Stjórin á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, Bárður Enni, vildi ikki gera samrøðu við Dag og Viku um málið í gjár. Men hann sigur, at tey eru í ferð við at loysa trupulleikan. Sigurð í Jákupsstovu heldur ikki, at tað er ov nógvar útbúgvingar á Setrinum, men partur av virkseminum kann rasjonaliserast. Tað tekur tíð. Og tí heldur løgmaður, at IOC eigur at viðgera føroysku umsóknina eftir reglunum, sum vóru galdandi í 1984, tá eisini lond, sum ikki eru fullveldisríki, fingu limaskap. Við sær á fundin hevur løgmaður eitt skriv frá danska forsætisráðharranum Helle Thorning Schmidt, sum stuðlar føroyska ynskinum um sjálvstøðugan limaskap í olympisku nevndini. Mentamálaráðið søkir eftir skúlastjóra til Hvalbiar skúla og til Vágs skúla. Størvini skulu setast 1.august, og umsóknarfreistin er til 5.juni. Í Vágs skúla eru 196 næmingar í tíggju árgangum og 18 lærarar, í Hvalbiar skúla eru 82 næmingar í níggju árgangum og níggju lærarar. Hóast vit innfluttu nakað meira av olju og bensini í fyrsta ársfjórðingi í ár, kostaði brennievnið 63 milliónir krónur minni enn í fjør. So stóran mun ger tann lági oljuprísurin. Ein íslendskur vinnulívsmaður, Ari Axel Jónsson, er ákærdur fyri at royna at sleppa einum farmaskipi undan at verða drigið upp í húsagangin hjá felagnum, sum hann átti. Skipið, sum hevði navnið Greenland Saga, varð keypt til Íslands í 2007. Felagið Dregg hjá Ara Axeli Jónnssyni á Akureyri keypti skipið, sum fekk navnið Axel. Á sumri í 2009 varð skipið selt einum smápartafelagi í Føroyum, sum eitur tað sama sum íslendska felagið, tað er Dregg, sum ikki er so løgið, tí maðurin, sum átti íslendska felagið, var eisini við í føroyska felagnum. Axel, sum lá á Akureyri, fekk siglingarbann. Men kortini fór skipið haðani. Nú sigldi skipið aftur og fram við Noreg í nakrar vikur, og tað fekk nýtt navn, Saga. Samstundis seldi smápartafelagið Dregg einum øðrum føroyskum smápartafelagi, Dregg Shipping, sum síðani seldi smápartafelagnum Saga Shipping skipið. Ari Axel Jónsson er við í øllum hesum feløgum. Trotabúgvið í Íslandi heitti á myndugleikarnar í Noregi, sum løgdu skipið í Tromsø. Saga varð seld á uppboði í Føroyum, og trotabúgvið eftir íslendska Dregg fekk sínar 13 milliónir krónur, sum skipið varð selt til Føroya fyri í 2009. Vinnulívsmaðurin á Akureyri er nú ákærdur fyri svik, tí hann royndi at sleppa farmaskipinum undan húsaganginum í 2012 við at lata skipið fara av Akureyri, hóast trotabúgvið fekk myndugleikarnar at leggja hald á tað. Hóast stríðið fyri føroyskum limaskapi er meira enn 30 ára gamalt, hava føroysku ítrótamyndugleikarnir framvegis vónir um, at tað fer at eydnast at sannføra IOC um rættin hjá Føroyum at luttaka sum sjálvstøðug tjóð í altjóða ítróttakappingum. Petur Elias Petersen, forseti í Ítróttasambandi Føroya, er við í føroyska samráðingartoyminum, sum fer á fund við Thomas Bach, forseta í altjóða olympisku nevndini í morgin. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum er ikki tikin av fótum av frágreiðingini um virksemið hjá Landsverki, sum ein arbeiðsbólkur hevur sitið við síðani desember í fjør. Eitt nú mælir bólkurin til í eini royndartíð at veita landsvegahald í Sandoynni út. Eitt grótbrot í Porkeri og viðlíkahaldi av einum tyrlupalli í Vágum. Góðu úrslitini hjá felagnum gera, at tað sjálvt kann fíggja stóran part av íløgunum í útbygging, og tað hevur við sær minni rentukostnað. Eitt bræv frá Fiskimannafelagnum til Vinnunevndina fekk Javnaðarflokkin at taka uppskotið um sáttmálarættindi hjá útlendskum fiskimonnum aftur. Men tað er ikki bara sum at siga tað, um neyðugt verður at broyta útlendingalógina, tí hon er donsk og verður ikki broytt frá degi til dags. Ymiskar týdningarmiklar hendingar eru farnar fram á Setrinum hesi 50 árini, og hesum greiddu Sigurð í Jákupsstovu, rektari, og Jóan Pauli Joensen, fyrrverandi rektari, frá í morgunsendingini, Góðan morgun Føroyar, í morgun. Árið 1987 var heilt serligt fyri Setrið, tí umframt at Søgu og samfelagsdeldin bleiv skipað tá, so fór Setrið eisini at bjóða út bachelorútbúgvingar hetta árið. Áðrenn var tað soleiðis, at flestu útbúgvingarnar vóru skipaðar á tann hátt, at til bar hjá teimum lesandi at halda fram við útbúgvingunum aðrastaðni, sum til dømis í Danmark. Men í 1987 kundi Setrið heili tvey ár áðrenn nakar hægri lærustovnur í Danmark bjóða bachelorútbúgvingar, og tað var nakað heilt serligt, sigur Jóan Pauli Joensen, ið gavst sum rektari á Setrinum í 2011. Hoyr teir báðar í innslagnum líta aftur á tey 50 árini hjá Setrinum, har teir eisini fortelja um framtíðarætlanirnar hjá Fróðskaparsetrinum. Hon vann eina Brit Award í 2001 og hann varð tilnevndur eina FMA í fjør sum ársins nýggi bólkur ella einstaklingur. Nú hava tey bæði tikið upp samstarv. Felagsnevnarin fyri hesa sendingina er, at tónleikurin er skrivaður fyri solo blásiljóðføri saman við orkestri, klaveri ella øðrum undirspæli. Solo ljóðførini eru saksofonin, oboin, Euphonium og tubain. Tað hevur stóran áhuga á Christiansborg, hvørja tey bæði føroysku fólkatingsumboðini er, tí tey kunnu fáa avgerandi leik, tá stjórn verður skipað eftir valið. Her ber eisini til at lesa eitt sindur um 2. innleiðandi umfar av Sement. Í øllum førum váttar flokkur hennara, Siumut, at hon í fleiri førum er skotin upp sum valevni til fólkatingsvalið, ið stendur fyri durum. Men tað er aðalstjórnin í flokkinum sum tekur endaliga støðu til, hvussu nógv valevni sleppa at stilla upp, og hvørji valevnini verða. Skrivarin hjá flokkinum, Michael Petersen, váttar fyri grønlendska kringvarpinum, at Aleqa Hammond í fleiri førum er skotin upp sum valevni, men nær leiðslan í flokkinum tekur støðu til valevnini, vil hann einki siga um. Kim Kielsen, landsstýrisformaður, sigur, at hann leggur seg ikki útí, hvørji valevni verða stillað upp til fólkatingsvalið. Ta avgerðina eigur leiðslan í flokkinum, sigur hann. Politiski framsøgumaðurin hjá Siumut, Jess Svane, sigur, at Aleqa Hammond er ikki dømd fyri nakað, og tí er einki til hindurs fyri at hon kann stilla upp til fólkatingsvalið. Seinastu vikurnar hevur Ritan verið á sleipistøð í Havn, og ætlanin var at hon skuldi fara í sigling aftur hálvan mai. Men tað hevur drigið út við arbeiðinum, og tí er skipið seinkað. Jens Petur Brattalíð, ferðslusamskipari hjá Strandferðsluni, sigur, at fitt av farmi liggur í Norðdepli, sum skal flytast til Svínoyar og Fugloyar, millum annað einar hálvthundrað tunnur av olju. Jósup hevur røkt siglingina til Svínoyar og Fugloyar, meðan Ritan hevur verið á sleipistøð. Tá Ritan fer aftur í sigling, fer Jósup aftur at sigla til Mykines. Kavarin var í Mykinesi í dag við oljutunnum og øðrum farmi. Tann báturin er útgjørdur við krana, og tað ger arbeiðið munandi lættari. Tá Kavarin er í Mykinesi, tekur hann eisini burturkast frá húsarhaldunum við sær inn aftur á meginlandið. Ferðin í Mykinesi eydnaðist væl í dag, sigur Jens Petur Brattalíð. Í dag eru vit á Eiði. Her býr Ari, sum er 9 ára. Hann gongur í 3.flokki og er sera áhugaður í seyði. Í hesum døgum er nokk at gera hjá honum, tí hann fer burtur í haga at marka lomb. Onkuntíð er hann saman við abba sínum ella einum vinmanni, men onkuntíð fer hann burtur í haga einsamallur. Umvegis Mentamálaráðið fingu skúlar tilboð um at luttaka í eini roknikapping, sum Pangea Danmark skipar fyri. Sigrid, sum er roknilærari hjá 3.fl. spurdi 3.fl., um tey ikki skuldu taka av avbjóðingini og tað vóru tey við uppá. Fleiri umfør vóru og tá avtornaði, vóru tveir næmingar komnir í finaluna, sum skuldi fara fram í Keypmannahavn. Øll kappingin gekk fyri seg á netinum og ikki var loyvt at brúka nøkur hjálparamboð, s.s. tabel og bøkur. Sesilia og Gilli greiða frá. Kliniskir dietistar fara nú at veita kostfakliga tænastu til fólk, sum hava diabetes, hjarta æðrasjúku og krabbamein. Ávísir bólkar av børnum fáa eisini hesa tænastuna. Klinisku dietistarnir starvast hjá Heilsutrygd, og teir fara at hava sítt dagliga yrki á læknaviðtalum kring landið, so tætt við borgaran sum til ber. Klinisku dietistarnir fara at virka um meginpartin av landinum, og hava viðtalur í Havn á Tinghúsvegnum og í Miðlon á Sandi, í Kollafirði, Miðvági, á Tvøroyri og í Vági. Spenningurin var sjálvsagt stórur, og fyrsta snaring lendi á bilinum. Tiffany sjálv umhugsaði at fara víðari, meðan mamman helt tað kanska var best at steðga. Og so varð gjørt. Í sendingini hesaferð hoyra vit vokal jazz úr tí romantiska horninum. Vit hoyra Anna Faroe og James Olsen saman við Tórshavnar Big Band, Norah Jones, Eivør Pálsdóttir og Cassandra Wilson. Grindalógin, sum løgtingið hevur samtykt og sum er lýst og kom í gildi í gjár, er ikki fullfíggjað, tá ræður um revsingina fyri at bróta lógina. Men sambært Jógvani á Lakjuni, løgtingsformanni, er tingið boðsent at broyta lógina, tí sum lógin nú er orðað, ber ikki til at revsa sambært grein 13. Jógvan á Lakjuni sigur í skrivi til tingfólk, at skal grindalógin vera fullfíggjað og fara at virka longu í summar, er neyðugt at gera nakrar broytingar í lógini nú. verða nakrir tingfundir í dag, so bæði framløga og allar tríggjar viðgerðir kunnu avgreiðast í dag. Og so kann løgtingið aftur fara í summarfrí til ólavsøku um ikki okkurt serligt verður. Tað hevði verið rættast at tikið øll fiskirættindi frá garnaskipinum Anitu med alla. So hevði Føroya rættur gjørt av, hvussu slík brot skulu revsast í framtíðini. Tað sigur Elmar Højgaard, stjóri í Vørn, eftir at Løgmansskivstovan hevur boðað felagnum frá, at Anita missir øll rættindi at fiska í føroyskum sjógvi til 31. august næsta ár. Vørn skivaði millum annað, at stovnurin metti brotini at verða tey grovastu, sum nakrantí hava verið staðfest, so leingi fiskiveiðieftirlit hevur verið skipað á føroyska landgrunninum. Vørn metir, at brotini eru so grov, at bert ein endalig afturtøku stendur mát við framdu brot, og skal Vørn tí sum sermyndugleiki á økinum viðmæla Løgmansskrivstovuni at taka veiðiloyvið frá reiðarínum endaliga, sum heimilað í lógini um vinnuligan fiskiskap. Hvat kann útveitast til privatar fyritøkur at taka sær av Hvussu ber til at tryggja gjøgnumskygni í øllum virksemi hjá Landsverki Og eru uppgávur, sum við fyrimuni kunnu leggjast til Landsverk at umsita Síðstu mánaðirnar hevur ein arbeiðsbólkur undir fíggjarmálráðnum gingið ígjøgnum at kalla alt virksemið hjá nú 67 ára gamla stovninum. Úrslitið er ein 33 síður drúgv frágreiðing, latin politisku skipanini saman við eini røð av fylgiskjølum. Sambært formanninum í arbeiðsbólkinum fyrrverandi aðalstjóranum Arna Poulsen skal Landsverk í størri mun enn higartil vera ein professionellur byggiharri við samskipandi leikluti, heldur enn ein framleiðandi stovnur. Í sendingini viðgera vit nøkur av tilmælunum í frágreiðingini. Luttakarar eru Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, og Jóhan Syderbø, ráðgevi í Vinnuhúsinum. Báðir vóru teir við í arbeiðsbólkinum, sum skrivaði frágreiðingina. Neyðugt er at varpa ljós á hesa haldføris avbjóðingina , sigur Búskaparráðið, sum um dagarnar bjóðaði til ráðstevnu um evnið. Høvuðsrøðari var John Smith, sum hevur verið stjóri í danska búskaparráðnum síðstu 20 árini. Hann var tí eisini við, tá danir stutt eftir aldarskifti staðfestu, at teirra, fíggjarliga haldføri var minus trý. Vit hittu John Smith eftir ráðstevnuna um føroysku haldføris avbjóðingina. Arbeiðsloysisskipanin hevði 5,5 milliónir krónur í avlopi í fjør. Men hevði skipanin ikki fingið eina eingansinntøku frá búnum eftir Fiskavirking, so var hallið 100.000 kr Hóast framgongdina, so eru hvørki leiðsla ella stýri nøgd við gongdina, tí lítla arbeiðsloysið skuldi havt við sær, at avlopið skuldi verið einar 25 30 milliónir krónur størri, verður sagt. Hóast gongdina í samfelagnum, so lækkaði útgjaldið eftir fiskavirkisskipanini bert við tveimum milliónum krónur, og var góðar 22 milliónir krónur Hóast arbeiðsloysið er nógv minkað, so økti ALS um talið av starvsfólkum upp í 39 ársverk, fimm fleiri enn árið fyri. Starvsfólkaútreiðslurnar vóru 16 milliónir krónur í fjør, eina millión krónur størri enn í 2013. Rakstrarútreiðslurnar vóru slakar 10 milliónir krónur, so tað kostaði 26 milliónir krónur at reka ALS í fjør. Hóast nógvar atfinningar um gongdina í ALS, samytkti løgtingið broytingar í ALS, áðrenn tingið fór til hús. Grundgevingin fyri tí var, at eitt samt stýri fyri Arbeiðsloysisskipanina mælti til broytingarnar. Stýrið og leiðsla fyri ALS meta, at útlitini eru rímiliga góð. Eingi tekin eru um, at arbeiðsloysið fer at vaksa aftur í næstum, og eftirspurningurin eftir arbeiðsmegi er enn stórur. Við teimum lógarbroytingunum, sum løgtingið júst hevur samtykt, eru fyritreytirnar fyri fíggjarligum langtíðarhaldføri munandi betri, og sum útlitini eru nú, verður roknað við, at Arbeiðsloysisskipanin fer at hava 20 30 milliónir krónur í avlopi í ár, siga stýri og leiðsla í tíðindaskrivi. Sjóvar kommuna er partur av Skálafjarðasamstarvinum um eldraøkið saman við Runavíkar og Nes kommunu. Sjóvar kommuna fer seinni í ár at lata Skálafjarðasamstarvinum nýggja sambýlið. Sjóvar kommuna hevur goldið sambýlið, men hinar kommunurnar fara at rinda sín part av heiminum, sigur borgarstjórin, Artur Johansen. Danski mannarættindastovnurin varð fyri nøkrum árum síðani víðkaður til eisini at fevna um Grønland, men Føroyar vildu tá hava egna loysn á málinum. Enn er tó eingin loysn í eygsjón, og nú er so aftur komið tilmæli frá ST um ein mannarættindastovn, sum skal taka sær av øllum mannarættindaspurningum í Føroyum. Nú skjótt fimm mánaðir eru farnir, síðani sáttmálarnir millum manningarfeløgini og Reiðarafelagið fóru úr gildi, eru nýggir sáttmálar ikki gjørdir enn. Men nú nærkast, ið hvussu so er við Fiskimannafelagnum og Maskinmeistarafelagnum, sigur Herálvur Joensen, stjóri í Reiðarafelagnum. Fundur var mánadagin millum Reiðarafelagið og Skipara og navigatørfelagið, og fundur verður aftur í morgin, sigur Herálvur Joensen. Hóast tveir professarar, annnar í USA, og hin í Noregi, hava mælt vinnunevndini hjá altinginum til at selja rættin at fiska makrel á uppboði, fer vinnunevndin ikki í fyrsta umfari at mæla til, at tað verður gjørt í staðin fyri, sum nú, at brúka søgulig rættindi. Ein onnur grundgeving, sum heldur ikki er ókend her í Føroyum, er, at spurningurin um uppboð skal viðgerast, nú ein fiskivinnunýskipan skal gerast í Íslandi. Peter Crampton, professari í Maryland í USA, og Torbjørn Trondsen, professari í Tromsø í Noregi, mæla altinginum til at selja rættin at fiska makrel á uppboði. Torbjørn Trondsen sigur fyrimunin vera, at semja fæst millum teirra, sum eiga tilfeingið tað er íslendska ríkið og teirra, sum fiska. Tey, sum keypa makrelin á uppboði, leiga í veruleikanum tilfeingið frá landinum í eitt ár ella tíggju ár, ella longur enn tað. Marknaðurin avger so, hvussu nógv landið fær í sín part og hvussu nógv, skipini fáa. Tann, sum selur, tað er landið, kann skipa so fyri, at kvotan verður býtt millum allar landspartar. Harafturat kunnu lítil reiðarí fáa sersømdir, so sum loyvi til at bíða við at gjalda til makrelurin er fiskaður og seldur, skrivar Torbjørn Trondsen í brævinum til vinnunevndina hjá altinginum. Norski professarin heldur, at øll fiskirættindi skulu seljast á uppboði. Men best er at byrja við einum fiskaslagi, sum er nýtt hjá íslendska flotanum. Tí tá eru ikki so drúgv søgulig rættindi at hugsa um. Torbjørn Trondsen sigur, at í nógvum londum verður nú endurskoðað, hvussu fiskirættindi skulu latast. Millum annað nevnir hann Føroyar. Føroya civila hundaførarafelag, er fari undir átak um leysar hundar, og temaið nú er hundaótti. Bæði fólk og djór, kunnu verða ræðslusligin fyri hundum. Og so løgið tað ljóðar, so kunnu hundar eisini ræðast aðrar hundar. Fyri fólk, ið líða av hundaótta, er tað als ikki stuttligt at møta einum leysum hundi. Tá er tað líkamikið um hundurin er blíður ella illur, lítil ella stórur. Hvørja ferð ein hundur verður sleptur út leysur, er vandi fyri at hann gevur einum barni ein so stóran hvøkk, at hetta fylgir barninum restina av lívinum. Hvítusunnudag klokkan 15 verður nýggj sangbók løgd fram á almennum fundi, í sambandi við samfelagsstevnuna hjá brøðrasamkomununum í Klaksvík um vikuskiftið. Hetta er avloysarin fyri Songbók Guds Fólks, sum varð givin út í 1976. Arbeitt hevur verið við nýggjari útgávu í meiri enn tíggju ár, og nú er arbeiðið liðugt. Tað er Sálmabókagrunnurin, sum hevur lagt arbeiðið til rættis og gevur bókina út. Í Sálmabókagrunninum eru Árni Jacobsen, Jógvan á Lakjuni, Jóannes Hansen, Meta av Fløtum, Niels Johannesen, Alexander Samuelsen og John í Skemmuni. Effzett við Flóvini Tyril og Zachariasi Zachariassen gjørdu forarbeiði, og Øssur Berghamar hevur givið ráð. Anna Simonsen tók sær av tí grafiska arbeiðinum. Seinnaparturin hvítusunnudag fer burturav at snúgva seg um nýggju sangbókina. Á framløguni verður greitt frá søguni hjá sanginum í samkomunum, um arbeiðið fram ímóti útgávuni og um innihaldið í bókini. Onkrir av næmingunum eru so bangnir fyri at fara til próvtøku, at tey als ikki fáa nakað burtur úr lesifrítíðini. Og tá tey so eru inni í sjálvum próvtøkuhølinum fara tey púrasta í svart, sigur Kristianna Mortansdóttir, ein av lestrarvegleiðarunum á Studentaskúlanum í Hoydølum. Hesaferð høvdu vit 21 næmingar á skeiðnum, har tey fáa góð ráð í sambandi við próvtøku og eisini nøkur ítøkilig amboð so sum andadrátsvenjingar og mátar at hugsavna seg, meðan mann er til próvtøku, sigur Annie Fjallsá, ið eisini er lestrarvegleiðari í Hoydølum. Soleiðis hevur tað verið í fleiri ár. Tað tykist, sum at dreingirnir ikki halda seg framat, tá tað snýr seg um at biðja um hjálp ella fáa góð ráð. Ikki tí, teir dreingirnir, sum eisini hava próvtøkuótta, høvdu avgjørt kunna fingið góð ráð á hesum skeiðnum, sigur Annie Fjallsá. Í morgunsendingini fortaldu Kristianna Mortansdóttir og Annie Fjallsá, hvussu næmingar, ið skulu til próvtøku, kunnu fyrireika seg á besta hátt, og hvat tú kanst gera, um tú hevur próvtøkuótta. Revsimálið móti einum 54 ára gomlum manni, sum er ákærdur fyri aðra kynsliga framferð enn samlegu móti tveimum dreingjum, sum tá teir vóru ávikavist 16 og 17 ára gamlir, er útsett í nakrar vikur. Ofta er neyðugt í revsimálum at fáa ákærd persónkannað fyri at vita, hvør dómur er hóskandi, um eitt nú talan kann blíva um treytaðan dóm ella samfelagstænastu. Ein persónkanning lýsir persónligu viðurskiftini hjá ákærda, so sum útbúgving, arbeiði, frítíðarítriv, heilsustøðu og, um tey eru gift og eiga børn.Kriminalforsorgin ger slíkar persónkanningar. Føroya rættur viðgjørdi málið um kynsliga ágangin týsdagin. Tá vórðu ákærdi maðurin, menninir, sum hann er ákærdur fyri at hava gjørt seg inn á, og tvey onnur vitni avhoyrd. Svimjisambandið sigur í dag, at Sára Ryggshamar Nysted, Susvim, og Vár Erlingsdóttir Eidesgaard, Havnar Svimjifelag, eru úttikinar. Seinastu árini er verulig gongd komin á virksemið hjá Klaksvíkar Sleipistøð. Frá at hava havt 16 fólk í arbeiði fyri fýra árum síðani, liggur starvsfólkatalið á hesum 87 ára gamla arbeiðsplássi nú um hálvthundrað. Samstundis sum nýggjar og spennandi avbjóðingar standa fyri framman hjá Klaksvíkar Sleipistøð her heima, er hon eisini farin at gera seg galdandi uttanlands, millum annað sum umboð fyri sponsku fyritøkuna Ibercisa, ið framleiðir elrikin spøl til eitt nú fiski og frálandsvinnuna. Tað sigur Jens Kjeld Jensen, sum var ein av trimum, sum vórðu tilnevndir heiðursdoktarar, tá Fróðskaparsetur Føroya í gjár hátíðarhelt 50 ára stovningardagin. Hanus Kamban er kendur fyri sítt rithøvundavirksemi og fyri millum annað at hava granskað í Áarstovubrøurnar, Hans Andrias og Janus Djurhuus. Hvør er avbjóðingin við at vera ein egin listarmálari í dag Hesar og aðrar spurningar umrøða vit við Ian McKeever, sum í hesum døgum sýnir fram á Listasavni Føroya og í Steinprenti. Og saman við Ósbirni Jacobsen útgreina vit nýggja ráðhúsið í Eysturkommunu eitt ráðhús, hvørs tekja eisini verður brúgv um Eiðisá, eins og vit eisini tosa við borgarstjóran, Jóhan Christiansen. Tú kanst hoyra sendingina her Útróðrarbátar sleppa aftur at fiska tosk á Føroya Banka í summar. Og í ár sleppa stóru bátarnir í bólki 4A og 4B eisini á Føroya Banka í nakrar dagar. Kunngerð er nú lýst, sum gevur útróðrarbátum í bólki 5 bátar undir 15 tons møguleika at royna á Bankanum í tilsamans 70 fiskidagar, tað sum er eftir av hesum fiskiárinum, og tað er til 31.august. Men fiskiskapurin skal steðga, tá teir 70 dagarnir eru brúktir. Føroya Banki hevur verið friðaður fyri allari veiðu seinastu árini. Men landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur tó loyvi til at loyva tíðaravmarkaðari veiðu við snellu, snøri ella tráðu. Fiskimálaráðið hevur onga ætlan um at loyva øðrum fiskiskapi enn hesum á Føroya Banka, tí mett verður, at tað tolir toskastovnurin ikki. Pengarnir, ið danska fólkatingið hevur játtað til FarGen verkætlanina, eru nú á veg. Miskiljingar vóru orsøk til, at málið hevur drigið út. Karsten Hansen, landsstýrismaður, hevur verið á fundi við danska heilsumálaráðið í dag, og nú er misskiljingin rættað, sigur hann. Umframt týðaravirksemið var Ebba Hentze rithøvundur. Hon skrivaði bæði yrkingar og barnabøkur, millum annað Antonia og Morgunstjørnan , Antonia mitt í verðini , Mia, skúlagenta í Havn og Mamma eigur meg . Ebba Hentze fylgdi eisini við í norðurlendskum bókmentum, og hevur millum annað umsett finska yrkjaran Edith S dergran til føroyskt. Í 2006 fekk Ebba H entze Mentunarvirðisløn M. A. Jacobsens, í 2008 fekk hon Mentanarvirðisløn Landsins, og hon fekk Sømdargávu Landsins í 2012. Hanus Kamban er heiðursdoktari fyri millum annað verk síni um Janus og Hans Andrias Djurhuus, Jens Kjeld Jensen fyri kanningar sínar av millum annað fugli og smákykum, og Petur Jacob Sigvardsen millum annað fyri stóra bókaverkið um torvið í Føroyum. Tíðin, tá ein flokkur hevði sama flokslærara øll árini í fólkaskúlanum, er farin. Vit vóru við, tá Joanna Johansen hevði seinasta tíma sum flokslærari hjá 9. flokki í Eysturskúlanum í Havn. Joen Magnus Rasmussen, formaður í Grein 19 nevndini, sigur, at arbeiðið hjá nevndini higartil hevur gingið væl, men enn er nakað eftir á mál. Næsta skúlaár fara næmingar og lærarar í 9.flokki í samanlagda Venjingarskúlanum Tórshavnar Kommunuskúla í skúla í FSF bygninginum við Tórsvøll. Tórshavnar kommuna skal leiga frá Fótbóltssambandinum. Samstundis skulu tær fýra skúlastovurnar á bilplássinum eystan fyri Sjónleikarhúsið seljast og flytast haðani. Brúk er tó fyri at keypa og gera ymiskt í leigaðu hølunum í Gundadali fyri 465.000 krónur Tá eru uppsetingini av køkinum og gardinur ikki við. Men býráðið samtykti í gjárkvøldið bara at játta 300.000 krónur og brúka so nógv sum gjørligt av tí, sum er í stovunum við Sjónleikarhúsið. Hini endamálini eru at fáa upplýsingar og tænastur hjá tí almenna og hjá vinnuni tøkar á netinum og talgilda veitingar og mannagongdir hjá tí almenna, upplýsir Løgmansskrivstovan. Um ein góðan mánað, tann 25.juni, skulu tey almannakunngera eina yvirskipaða strategi við tilmælum um talgildar tænastur, talgildan samleika, grundskráir og samskifti og KT, kunningartøkni, hjá tí almenna. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður og Thomas Bach, forseti í Altjóða Olympisku Nevndini, hava gjørt av at seta ein arbeiðsbólk at greina tilgongdina í samband við føroysku umsóknina um limaskap frá 1984. Tað var ein av niðurstøðunum á fundinum millum løgmann og Thomas Bach í dag. Fundurin varð hildin á høvuðsskrivstovuni hjá IOC í Lausanne í Sveis í gjár. Á fundinum varð avrátt at menna samstarvið millum føroyska ítrótt og Altjóða Olympisku Nevndina. Hetta verður gjørt í samstarvi við donsku olympisku nevndina. Nú kann helvtin av fólkinum í einum skúladømi avgera, at skúlin ikki verður lagdur niður. Frá 1977 hevur kravið verið, at minst 80 prosent skuldu atkvøða fyri at bjarga skúlanum. Mentamálaráðið hevur gjørt nýggja kunngerð um atkvøðugreiðslu, tá skúli verður lagdur niður. Gamla kunngerðin var frá 1977. Sambært henni skuldu minst 80 prosent atkvøða fyri at varðveita skúlan. Men so stendur eisini, at í slíkum førum kann skúlin ikki leggjast niður í verandi valskeiði. Men hann kundi leggjast niður í nýggja kommunuvalskeiðinum, um býráðið ella bygdarráðið, sum tá sat, avgjørdi at leggja skúlan niður. Og um ta avgerðina, avgerðina hjá nýggja kommunustýrinum, sluppu fólk ikki at atkvøða. Hesin ventilurin er ikki í nýggju kunngerðini. Í nýggju kunngerðini er kravið bara 30 prosent av veljarunum. Krevja minst 30 prosent, at atkvøðast skal um skúlan, verður stkvøtt um framtíð skúlans. Orsøkin er, at virksemið í Grønlandi var nógv minni í fjør, enn roknað var við, at tí sviku inntøkurnar frá skattum og avgjøldum. Bygt varð bert fyri slakar 400 milliónir krónur, sum var helvtina minni enn árið fyri. Hóast vanliga virksemið var lítið, so gekst væl hjá serliga rækjuvinnuni. Avgjøldini, sum landskassin fekk frá fiskivinnuni, settu met í fjør. Av tí at virksemið var so lítið í Grønlandi í fjør, so var ein góð milliard krónur eftir í grunninum til bygging og umvæling, sigur grønlendski landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Andreas Uldum, við KNR. Um hálvgum níggju tíðina hendi eitt ferðsluóhapp millum Sund og Kaldbaksbotn. Tveir bilar koyrdu suðureftir, og tann aftari rendi upp í hin, og fór síðani oman í bilverjuna. Hiddenfjord er farið undir at taka laks á Miðvági, sum ongantíð er avlúsaður við kemiskum evnum. Og tað verður mett sum eitt gjøgnumbrot í alingini. Smoltini vóru størri enn vanligt smolt, tá ið tey vórðu sett út, og síðani í november í fjør eru rognkelsi brúkt til at eta lýsnar av laksinum. Hiddenfjord hevur keypt rognkelsi úr Íslandi fyrst og fremst. Tey eru slept í aliringarnar, har tey eta lýsnar av alifiskinum. Hoyr samrøðu við Atla Gregersen, stjóra í Hiddenfjord, í útvarpstíðindunum. Havnar kirkja Dómkirkjan letur ikki upp aftur hálvan juni sum ætlað. Umvælingarnar í kirkjuni hava verið so mikið umfatandi, at arbeiðið er seinkað góðan mánað. Havnar kirkja hevur verið stongd síðan á nýggjárinum, tí stórar umvælingar verða gjørdar. Millum annað eru flísar lagdar á túnið, kirkjan er málað innan og uttan, kórið er umvælt, og stórar ábøtur eru gjørdar á el skipanina. Vit hava tríggjar stórir hátíðir. Jól, páskir og hvítusunna. Á jólum varð Jesus føddur, á páskum doyði Hann og reis upp aftur og á Hvítusunnu kom Heilagi Andin, sum er Jesus á foldum. Stafettina hevur Malan Olsen. Alfred Olsen, formaður fyri tingmanningina hjá Sambandsflokkinum og formaður í løgtingsins vinnunevnd, ávarar ímóti at leggja fleiri stovnar undir Landsverk, sum ein arbeiðsbólkur mælir til. Alfred Olsen skrivar í grein, at samanlegging er ikki altíð loysnin. Tað vísa royndirnar av útvarpinum og sjónvarpinum, serliga tá fyrireikingarnar ikki eru nøktandi. Hann skrivar, at vit loysa ongan trupulleika við at leggja fleiri uppgávur afturat ein stovni, sum ikki virkar væl frammanundan. Strandferðslan er ein stovnur, sum ikki hevur virkað optimalt, hvørki tá ræður um fíggjarstýring ella tænastur seinastu árini, sigur hann. Og at leggja Strandferðsluna saman við Landsverki, er ikki uppskriftin at loysa trupulleikan hjá hesum stovni, heldur Alfred Olsen. Hann sigur seg vera ímóti at leggja Akstovuna undir Landsverk, tí hesin stovnur virkar væl undir givnu fíggjar , lógar og kunngerðarkarum. At leggja hesar stovnar saman, sum nærum einki hava til felags, verður fyrst og fremst eitt haft um beinini á Akstovuni, skrivar Alfred Olsen. Um Landsverk sigur formaðurin í vinnunevndini, at partar av hesum stovni virka væl, til dømis kavaruddinginin. Men aðrir partar, eitt nú planlegging, at røkja landsvegirnar, ráðgeving, byggileiðsla og byggieftirlit, sum stovnurin hevur havt ábyrgdina fyri, eru ikki nøktandi, heldur Alfred Olsen. Í dag eru vit í Vestmanna og vit eru og vitja Filip, sum er 7 ára gamal og Páll, sum er 10 ára gamal. Teir greiða frá heimalombunum og geva teimum at eta. Í eini bygd eru konur, mammur og ommur í ferð við at taka yvir FIFA vøllin ein, tveir tímar um dagin, har børnini verða koyrd til síðis. Hetta hevur fingið ein lurtara at seta seg við knapparnar og skriva ein spurning til Also. Ein annar lurtari illneitast inná, at fólk, sum vita, at hann er illa fyri, koma og spyrja um støðuna á almennum støðum, ein mamma vil hava panelið at tosa eitt sindur um kappingarelementið í dreingjum, og seinasti spurningurin í dag snýr seg um sjónvarpsmani. Hálvan juli í fjør varð kunngjørt, at Frískúlin við Hoyvíkstjørn, Adventistaskúlin, læt aftur, tí ov fáir næmingar vóru skúlaárið 2014 2015, sum byrjaði 1.august. Í 2008 nýttu sjúkrahúsverkið og Heilsutrygd tilsamans 90 milliónir krónur til heilivág. Í fjør vóru útreiðslurnar góðar 119 milliónir krónur, vøksturin er góðar 29 milliónir krónur. Tað sæst í svari frá Karsteni Hansen, landsstýrismanni í heilsumálum, til Gunvør Balle, tingkvinnu. Meginparturin av útreiðslunum er til nýggjan biologiskan heilivág til viðgerð fyri húð og giktasjúkur, nýggj sløg av heilivági til viðgerð fyri blóðtøpp, heilivágur at viðgera prostatakrabba og heilivágur til typu2 diabetes. Leiðslan á landssjúkrahúsinum hevur í frágreiðing til Heilsumálaráðið fyrr í ár mælt til, at útreiðslurnar til heilivág verða gjørdar til eina lógarbundna útreiðslu á fíggjarlógini. Føroyski formanskapurin hevur nú boðið hinum strandalondunum til nýggjar samráðingar. Tær vera í Edinburgh í Skotlandi frá 9. til 11. juni, sigur Herluf Sigvaldsson, samráðingarleiðari. Náttarravnarnir, sum er ein sjálvboðin felagsskapur, ið virkar fyri, at ungdómurin kann kenna seg tryggan í náttarlívinum í høvuðsstaðnum, eru munandi færri nú, enn tá teir byrjaðu fyri 14 árum síðani. Alsamt fleiri fáa viðgerð fyri typu 2 diabetes, og sølan av diabetesheilivági er vaksin við meira enn fýra milliónum krónum seinastu seks árini. Talið av sjúklingum við typu 2 diabetes er vaksið seinastu árini, og higartil í ár hava verið góðar 1100 viðtalur um diabetes2 og stoffskiftissjúkur. Mett verður, at nærum 2900 fólk fara til viðtalu fyri diabetes 2 og stofskiftissjúkur í hesum árinum. Fyri tíggju árum síðani vóru umleið 1700 fólk til viðtalu fyri hesar sjúkur. Talið av diabetes1 sjúklingum hevur verið støðugt seinastu árini. Umleið fimm tilburðir hava verið um árið, men seinasta uppgerðin bendir á, at talið er vaks við seks ella sjey tilburðum um árið. Føroyar útfluttu fyri slakar 180 milliónir krónur meira enn innflutt varð fyri í fyrsta ársfjórðingi í ár, vísa hagtøl, sum Hagstovan hevur kunngjørt í vikuni. Útflutt er fyri næstan hundrað milliónir krónur meira av toski í ár enn í fjør. Og nógv meira makrelur er eisini seldur í ár. Samanumtikið er útflutt fyri 130 milliónir krónur meira av uppsjóvarfiski í ár. Men laksurin er minkaður nógv. Kanska er hetta tí, heldur Hagstovan, at nógv varð útflutt í seinasta ársfjórðingi í fjør, tí eftirspurningurin var stórur í Russlandi. Royndirnar hjá Luna at lata rognkelsi eta laksalús hava eydnast so væl, at laksurin, sum felagið nú tekur á Miðvági ongantíð er avlúsaður við kemiskum evnum. Hetta er fyrsta álopið nú spenningurin er vaksin millum sunnimuslimska meirilutan og shia muslimska minnilutan í landinum. Álopið verður hildið at hava samband við, at Saudi Arabisk flogfør søkja at shiamuslimskum uppreistrarliðum í Yemen. Talan verður um læknakanningar, átøkar teimum, sum ítróttarfólk uttan ávaring skulu góðtaka. Fólk fara tilvildarliga og uttan ávaring at verða vald út og skulu prógva, at tey eru arbeiðsfør. Tað sigur stjórin í Lufthansa, Carsten Spohr, við týska blaðið Frankfurter Allgemeine Zeitung. Hann sigur, at læknarnir, ið gera kanningarnar bæði fráboðaðar og ófráboðaðar verða loystir frá tagnarskylduni og skulu boða frá, um teir halda, at okkurt er áfatt. Tiltøkini verða sett í verk eftir at 27 ára gamli annarflogskiparin Andreas Lubitz í mars mánað við vilja rendi German wing flogfarið niður í fronsku alpurnar og tók lívið at hálvt annaðhundrað ferðafólkum, sum vóru á veg úr Barcelona til Dysseldorf. Síðani vanlukkuna hava Lufthansa og mong onnur flogfeløg ásett, at flogskiparin ongantíð skal vera einsamallur. Fer annar flogskiparin til dømis á WC skal ein flogterna inn í stól hansara at sita, meðan hann er úti. Týska blaðið BILD skrivar, at eitt serflogfar 12. mai fleyg somu rutu sum vanlukkuflogfarið og eftir somu upplýsingum, sum svørtu kassarnir hava avdúkað. Tað hevur ein talsmaður fyri almennu týsku kanningarmyndugleikunum váttað fyri blaðnum, og hetta er partur av kanningararbeiðinum kring vanlukkuna. Øll fólkini, ið vóru við flogfarinum, eru eyðmerkt. Orsøkin til verkfallið er, at norsku flogskipararnir eru farnir í verkfall, eftir at samráðingarnar millum fakfelagið hjá flogskiparunum og SAS slitnaðu tíliga hósmorgunin. Trine Kromann Mikkelsen, talskvinna hjá SAS, sigur við Danmarks Radio, at SAS harmast um støðuna, og at felagið ger alt fyri at finna aðrar loysnir fyri síni viðskiftafólk. Men tað er ein trupul uppgáva, ásannar hon. Mett verður, at bara í Danmark vera okkurt um 2.000 ferðafólk rakt av verkfallinum. Danmarks Radio sigur, at tað kostar tað SAS 1,6 milliónir krónur fyri hvørt flogfar, ið verður avlýst. Orsøkin til verkfallið er, at norsku flogskipararnir eru farnir í verkfall, eftir at samráðingarnar millum fakfelagið hjá flogskiparunum og SAS slitnaðu tíðliga hósmorgunin. Trine Kromann Mikkelsen, talskvinna hjá SAS, sigur við Danmarks Radio, at SAS harmast um støðuna, og at felagið ger alt fyri at finna aðrar loysnir fyri síni viðskiftafólk. Men tað er ein trupul uppgáva, ásannar hon. Mett verður, at bara í Danmark vera okkurt um 2.000 ferðafólk rakt av verkfallinum. Danmarks Radio sigur, at tað kostar SAS 1,6 milliónir krónur fyri hvørt flogfar, ið verður avlýst. Starvsfólkið í torninum fór í verkfall og siga, at leiðslan og løgreglan gera ov lítið fyri at steðga lummatjóvum í torninum og kring tað. Tjóvarnir eru til ampa fyri bæði starvsfólk og ferðafólk, verður sagt. Starvsfólkini siga, at tey hvønn dag kenna seg hótt av hesum harkaliðum, sum eisini berjast sínámillum og starvsfólkini vilja hava vissu fyri at trygdin eri lagi, bæði teirra egna og tann hjá ferðafólki. Tað eru serliga rík ferðafólk úr Asia, tjóðarnir stjala frá, verður sagt. 22 milliónir ferðafólk vóru í Paris í fjør, og 126 ára gamla Eiffelltornið er millum mest væl vitjaðu støðini í býnum. Blaðið Liberation skrivar, at 26.000 løgreglufólk og loyniløgreglufólk verða á varðhaldi í Paris í summar, so fólk í býnum fáa frið fyri lummatjóvum. Tað er Íverksetarahúsið, saman við Klaksvíkar kommunu, sum skipar fyri Startup International, har tilflytarar úr øllum landinum skulu arbeiða við at seta nýtt virksemi í gongd í Føroyum. Við nýggja integratiónspolitikkinum hevur Klaksvíkar kommuna lagt seg á odda, tá ið tað snýr seg um at taka ímóti fólki av útlendskum uppruna og at síggja tey sum part av samfelagnum. Tilflytarar hava serligar avbjóðingar av ymiskum orsøkum. Mál, siðir, lógir, mannagongdir í samband við skattlig viðurskifti og annað, eru avbjóðingar, sum serliga gera seg galdandi fyri tilflytarar. Á Startup International verður kunnað um neyðuga pappírsarbeiðið, mentanina í føroyska handilslívinum, umframt at professionelt íkast verður frá týðandi handilsfólki og bókhaldarum. Startup International byrjaði í býráðshøllini í Klaksvík gjárkvøldið klokkan 17.00, og heldur fram alt vikuskiftið, har virksemið verður bæði býráðshúsinum og Íverksetarahúsinum á Garðavegur 57. Arbeiðið er skipað soleiðis, at tey ungu sleppa til arbeiðis tvær vikur í part. Hatta svarar til 80 tímar. Fyrsta tíðarskeiðið er frá 29. juni til 10. juli, og seinna tíðarskeiðið er frá 13. juli til 24. juli. Tilboðið er galdandi fyri ung, sum eru millum 14 og 16 ár. Í ár er kravið, at umsøkjarin er blivin 14 ár 29. juni, men ikki 17 ár 24. juli. Arbeiðsdagarnir eru 8 tímar frá klokkan8 00 til 16 00, fimm dagar um vikuna. Lønin er tann sáttmálaavtalaða tímalønin hjá Havnar Arbeiðsmannafelag. Lánið skal hjálpa Ukraina at seta í verk búskaparligar nýskipanir og hjálpa landinum á føtur aftur eftir bardagarnar við russiskt vinarligu herliðini í Eystur ukraina, sum hava kostað landinum dýrt. Ukraina er eisini undir trýsti fyri at fáa enda á tí umfatandi mutri, sum landið er illa plágað av. Stóra lánið varð játtað Ukraina á toppfundinum, sum stjórnarleiðarnir í ES hava hildið í Riga í Lettlandi. Á fundinum fingu Georgia og Moldova eisini lán frá ES. Stjórnirnar í Ukraina, Georgia og Moldova eru allar fyri fullum limaskapi í Evropeiska samveldinum. Armenia, Azerbaijan og Hvítarussland hava ikki áhuga í limaskapi, men vilja hava nærri búskapar samstarv við ES. Leiðararnir í øllum hesum seks fyrrverandi sovjettisku lýðveldunum vóru bodnir við á ES toppfundin í Riga. Amnesty sigur í eini nýggjari frágreiðing, at í Ukraina eru prógv fyri, at báðir partar í stríðnum hava pínt fangar, og at russiskt vinarligu uppreistrarliðini hava framt deyðadómar uttan rættargongd. Gongur tú framvið Skansastovu ella á Frúutrøð, kann tú vera vísur í at hitta næmingar við orkestrum sínum, strúkikvartett ella floytuduo, við egnum sangum ella at hoyra nøkur teirra á ljóðførum sínum fyrireika seg til konservatoriulestur. Á árligu Crossover konsertini, sum verður í Norðurlandahúsinum í dag klokkan 16, ber til at hoyra úrslitið av hesum árræði og spæligleði. Alt hetta verður til í fordómaleysum samstarvi millum sokallaðu rytmisku og klassisku næmingarnar á Musikkskúla miðnámi. Tónleikurin spennir víða. Frá sololeiki, til tónleik fyri allar 22 tónleikararnar. Her er eldri tónleikur, improvisatiónstónleikur, vælkendur klassiskur tónleikur, framførdur av rytmiskum tónleikarum. Ja, ungu alvarnir fara óttaleysir í holt við tónleikin og flyta seg lættliga um mørk, ið tey ikki kenna sum nakra forðing. Meðan stjórnarleiðararnir í ES á toppfundinum í Riga vóru upptiknir av viðurskiftunum í Eysturevropa hevði bretski forsætisráðharrin David Cameron eina aðra dagsskrá við sær til Letlands. David Cameron vil hava grundleggjandi broytingar í ES, og fær hann ikki tað, er hann til reiðar at mæla bretum til, at Bretland fer úr ES. Í Riga hevði hann fund við nakrar stjórnarleiðarar um krøv síni, og komandi tíðina ætlar hann at hitta aðrar á máli. Bretski forsætisráðharrin og flokkur hansara er ónøgdur við, at ES borgarar hava frítt at fara um landamørkini, tí tað ger, at nógvir eysturevropearar koma til Bretlands, og tað tyngir um útreiðslurnar til vælferðartænasturnar og sjúkrahúsverkið, halda nógvir bretar, sum eisini vilja hava, at Brússel og skrivstovuveldið har missir vald, og at tjóðartingini í limalondunum í staðin fáa meira at siga. Konservativi flokkurin vann valið til Undirhúsið fyri góðum tveimum vikum síðani, og tað merkir, at fólkaatkvøða verður í Bretlandi í 2017, um Bretland skal verandi í ES ella skal fara úr evropeiska samveldinum. Í konservativa flokkinum er stór mótstøða ímóti ES, og tað fekk David Cameron at lova fólkaatkvøðu, um konservativi flokkurin kom framat valdinum aftur. Konservativi flokkurin í Bretlandi er ikki einsamallur um mótstøðuna móti ES. UKIP ella United Kingdom Indipendence Party er argur ES mótsøðuflokkur og kappast við konservativa flokkin um atkvøðurnar høgrumegin í bretskum politikki. Tann kappingin hevur eisini havt ávirkan á avgerðina hjá konservativa flokkinum um at halda fólkaatkvøðuna, so friður fæst um spurningin annaðhvørt Bretland skal vera innanfyri ella uttanfyri ES. Fótbóltslandsliðið fær nú nýtt fjepparafelag. Ein av stigtakarunum til fjapparafelagið, sum hevur fingið navnið Skansin, er Andrass Thomsen og hann sigur, at tað er nakað síðan tey byrjaðu fjepparafelagið. 3,2 miliónir írar høvdu atkvøðurætt, men hvussu nógv fólk vóru á vali og hvussu býtið var millum ja og nei atkvøður er ikki komið fram enn. Tó er greiður meiriluti fyri at gera samkyndum rætt at giftast, verður sagt. Írland er ikki fyrsta land, ið loyvir samkyndum at giftast, men er fyrsta landið, ið hevur hildið fólkaatkvøðu um spurningin. Tað var neyðugt, tí hjúnalagið og hjúnabandsrættindi verða nevnd í írsku grundlógini. Bæði í og uttan fyri Írland verður sagt, at talen er um eina kollvelting, tí til tað er ikki meira enn 22 ár síðani, at gerðir, knýttar at homoseksualiteti, vóru strikaðar úr írsku revsilógini. Katólska kirkjan mælti írum frá at atkvøða fyri hjúnalagi millum samkynd, og kirkjan hevur havt nógv at siga í írskum politikki, men hevur mist ávirkan so hvørt ein gøla fyri og onnur eftir hevur avdúkað, at nógvir katólskar prestar í áravís og langt aftur í tíðina kynsliga hava gjørt seg inn á børn í hópatali. Írland hevur síðani 2010 havt eina lóg um skrásett parlag. Ovastin í írsku katólsku kirkjuni, Eamon Martin, erkabispur, sigur, at kirkjan fer at umhugsa at siga frá sær sivila ella løgfrøðiliga partin av øllum hjúnavígslum. Hendir tað verða allar brúðarvígslur í Írlandi borgarligar eins og nógvastaðni í Evropa, har øll fara á ráðhúsið at giftast, og um tey vilja hava kirkjunnar vælsignilsi, ja, so fara tey í kirkju aftaná. Okkum tørvar eina heilt nýggja áskoðan á heilsupolitikk, har sjúku fyribyrging er avgerandi og tað má Heilsuverkið raðfesta miðvíst. Tað sigur Gunvør Balle, løgtingskvinna í Tjóðveldi, eftir at hava fingið svar uppá fyrispurningar til Karsten Hansen, landsstýrismann í heilsumálum, um útreiðslurnar hjá heilsuverkinum. Karsten Hansen sigur millum annað í svarinum, at útreiðslurnar til heilivág eru vaksnar 30 milliónir krónur frá 90 milliónum krónum í 2008 til 120 milliónir krónur í 2014. Størsti parturin av vøkstrinum er til biologiskan heilivág, til blóðtøpp, prostata krabba og til typu 2 diabetes. Hon er elsta kvinna nakrantíð, ið hevur fingið fýra børn í senn, men ikki elsta kvinna, ið hevur átt børn. Í Spania fekk ein 66 ára gomul kvinna tvíburðar í 2006, og í India verður sagt, at ein kvinna fekk tvíburðar 70 ára gomul. Hóast børnini hjá týsku Annegret Raunigk ikki eru meira enn í 26. viku, nú tey komu í verðina, verður hildið, at tey hava góðar møguleikar at koma undan. 65 ára gamla kvinnan sigur, at hon vildi eftirlíka ynskið hjá yngstu, tíggju ára gomlu dóttur síni um at fáa ein lítlabeiggja ella lítlasystir og hevur verið í Ukraina og fingið viðgerð, so hon kundi gerast við barn. At kvinnur, ið eru so gamlar fáa viðgerð og gerast við barn, hevur fingið nógva umrøðu í Týsklandi fyri og ímóti. Annegret Raunigk sjálv sigur seg ikki leggja í, hvat fólk halda. Avgerðin er hennara egna og hon heldur seg vera væl fyri at passa børnini, hon nú hevur fingið. Herfyri gjørdist skálvíkingurin, Brandur Olsen, matchvinnari í steypafinaluni í Danmark. Hann skoraði avgerandi málið, og síðan tá hevur Brandur fingið nógv uppmerksemi. Fótbóltfelagið, FCK, ger javnan videosamrøður við spælarar, venjarar og onnur í felagnum, og Brandur hevur verið við í nøkrum inntil víðari. Nú eru tey aftan fyri FCK TV blivin enn meiri forvitin um unga føroyingin og hava gjørt seg klókari uppá, hvør hann er sum fótbóltsspælari. Í hesari samrøðuni, sum kom út í dag, greiðir Brandur frá sínari ferð frá B71 úr Skálavík til superligufelagið, FCK. Hann fortelur um tilboðið, hann fekk sum 15 ára gamal, um at royndarvenja við FCK. Hann tók av tilboðnum, og seinni varð hann biðin um at koma og venja fast við ungdómsliðnum og flutti niður. Jarðskjálvtin, sum vardi í umleið 30 sekund, mátaði bara 5,6 á Richter stiganum, men kortini eru fleiri, ið skriva um harðan jarskjálvta á Twitter. Hjúnini vórðu slongd úr bilinum, og tað gevur ábendingar um, at tey ikki sótu í trygdarbelti, tá vanlukkan hendi. Tey vóru júst komin aftur til USA eftir eina vitjan í Noregi, har John Nash hevði tikið ímóti Abel heiðurslønini. John Nash gjørdist heimskendur, tá hann var evnið í filminum A beautiful mind frá 2001. Russel Crow, sum spældi John Nash í filminum, vann eina Oscar heiðursløn fyri leiklutin. Top Shine kallaðist hugskotið hjá Bodanovic hjúnunum, sum snýr seg um røkt av bilum. Tey hava lagt til merkis, at bilarnir á føroysku vegunum ofta eru sera skitnir orsaka av veðrinum. Tí slítist lakkið skjótari enn neyðugt. Men heldur enn at lakkera bilarnar av nýggjum, ið er kostnaðarmikið, bjóðaðu tey seg fram at vaska og pussa bilarnar, ið er væl bíligari. Á Facebook skrivar fyrisitingarstjórin Eg meti ikki at kommunan hevur givið sær far um, hvussu stóran týdning eitt altjóða universitet hevur fyri Havnina. Málið er størri enn ósemja millum land og kommunu um milliónir. Seinasta uppgerð vísti, at miðalaldurin á teimum, sum søktu inn til hægri lestur á Setrinum, var 27, og av hesum eru tveir triðingar kvinnur. Útvarpið hevur roynt at fingið eina viðmerking frá Helenu Dam á Neystabø, sum er forkvinna í mentanarnevndini hjá Tórshavnar Kommunu, men tað hevur ikki eydnast. Tað eru kirkjurnar í Suðurstreymi, ið skipa fyri útigudstænastuni á ovara vølli í Gundadali. Hetta er okkara máti at koma út til fólkið, sigur Ann Dahl Hansen, prestur Sýndir verða fimm filmar í fimm dagar, og helst verða allir sýndir í Havnar Bio tó verður í løtuni arbeitt við møguleikanum at hava onkra sýning uttandura sigur Birgir Kruse, formaður í filmsfelagnum Í 52a fyrispurninginum til Bjørn Kalsø, landstýrismann í mentamálum, verður spurt, um Mentamálaráðið ella Kringvarp Føroya nakrantíð hava kannað møguleikan til fulnar, um Føroyar kunnu luttaka í Eurovision Song Contest. Janus Rein vil harafturat hava at vita, hvat kostnaðarmetingin er fyri føroyskari luttøku í kappingini, og hvørjar møguligar forðingar fyriliggja. NSÍ hevur nú 31 stig fyri trettan umfør, tað er líka nógv, sum B36 hevði í 2011, tá teir endaðu við at vinna við metnógvum stigum. Venjarin hjá NSÍ, Trygvi Mortensen, sigur við útvarpið, at spælararnir njóta støðuna, og síggja fram til hvørja venjing og hvønn einasta dyst. Støðan 1.NSÍ 31 stig 2.B36 26 stig 3.HB 25 stig 4.Víkingur 21 stig 5.KÍ 20 stig 6.TB 16 stig 7.ÍF 14 stig 8.FC Suðuroy 9 stig 9.AB 7 stig 10.EB Streymur 6 stig Brandur Olsen varð skiftur inn, tá 64 minuttir vóru farnir, og tað gekk bara ein minuttir, so sparkaði hann eitt frísspark í málið. Málið kom tá 86. minuttir vóru farnir, men bara tveir minuttir seinni fekk føroyingurin sítt seinna gula kort, og varð tí vístur av vølli. Tað meta eygleiðarar, eftir at danski innanríkis og búskaparmálaráðharrin, Morten Østergaard, í gjár avblásti kreppuna, sum hevur verið seinastu árini. Hann grundgav avgerðina við, at 38.000 fleiri hava fingið arbeiði frá miðskeiðis í 2013 til árslok í fjør, og tá er Danmark ikki longur í kreppu, sigur hann. Men ein bági er, og tað er at stjórnin stendur seg ikki serliga væl í meiningakanningunum, og eftir teimum at døma, verður tað blái vongurin, sum fer at vinna valið. Fyrrapartin verður tíðindafundur á Christiansborg, har stjórnin fer at almannakunngera eina búskaparfrágreiðing, sum skal vísa framgongdina í Danmark. Seinasta meiningakanningin vísir, at blái vongurin í fólkatinginum fær 54,3 prosent av atkvøðunum, og reyði vongurin 45,6 prosent. Tað hevði givið andstøðuni 96 sessir og samgonguni 79 umboð í fólkatingið. Eftir eini kanning, sum Megafon hevur gjørt fyri TV2, er munurin ikki so stórur. Sambært henni fær andstøðan 52 prosent og samgongan 48 prosent av atkvøðunum. millum annað vísir Danska Arbeiðsgevarafelagið á, at av teimum næstan 40.000 nýggju arbeiðsplássunum, sum stjórnin sigur eru fingin til vega í privatu vinnuni, hava útlendingar fingið meiri enn 30.000. Tað er eingin forðing fyri virknari kapping á gistingar og matstovumarknaðinum í Føroyum, at P f Poul Hansen keypir partabrøvini hjá smápartafelagnum TF Íløgum í partafelagnum Gist og Vist. P f Gist og Vist rekur Hotel Føroyar, Hotel Tórshavn, Kerjalon, Hotel Vágar og matstovur í Havn og í Vágum. Harafturat hevur felagið virksemi á festivalum í Føroyum. P f Poul Hansen eigur nú 35 prosent í Gist og Vist, P f Dvøl eigur 40 prosent, Atlantic Airways tíggju prosent og leiðandi starvsfólk í Gist og Vist eiga 15 prosent. P f Gist og Vist leigaði Hotel Føroyar og Hotel Tórshavn, men nú hevur Gist og Vist keypt hotellini frá TF Ognum. Harumframt verður eitt øki við Hotel Tórshavn, sum TF Ognir keyptu frá Tórshavnar kommunu, selt P f Gist og Vist. Grønlendska landsstýrið hevur býtt makrelkvotuna fyri 2015. Loyvt er at fiska 85.000 tons við Eysturgrønland og 5.000 tons vestan fyri Grønland. Eins og í fjør er kvotan býtt millum reiðarí, sum eiga skip, tey fáa 55.000 tons. Níggju reiðarí, sum hava 15 skip, býta tey 55.000 tonsini millum sín, Í fjør var grønlendska makrelkvotan 100.000 tons, og 78.000 tons vórðu fiskað. Einki varð fiskað við Vesturgrønland í fjør, hóast kvotan har var 10.000 tons. Í dag og í morgin skipa Granskingarráðið og Fróðskaparsetrið fyri eini norðurlendskari EURAXESS ráðstevnu í Norðurlandahúsinum um, hvussu norðurlendskir granskingarstovnar kunnu draga fleiri útlendskar granskarar til sín við at gera tað lættari og áhugaverdari at virka í norðurlondum. Føroyar hava verið partur av europeiska EURAXESS samstarvinum í trý ár. EURAXESS fevnir um 40 lond í Europa, sum øll hava tænastur, ið hjálpa granskarum at flyta millum londini. Í Føroyum eru tveir EURAXESS deplar ein í Granskingarráðnum og ein á Fróðskaparsetrinum. Lógin um skráseting av skipum varð broytt fyri einum ári síðani, og nú hevur Vinnumálaráðið gjørt uppskot um kunngerð um gjøldini fyri at hava bát ella skip skrásett. Sambært uppskotinum, sum er sent til hoyringar, eiga bátar minni enn 15 bruttotons at gjalda 200 krónur um árið, bátar og skip millum 15 og 500 bruttotons eiga at gjalda 1.500 krónur og tey størstu skipini 2.400 krónur um árið. Um ein tíma fara danski forsætisráðharrin, Helle Thorning Schmidt og Morten Østergaard, innanríkis og búskaparráðharri, at hava tíðindafund. Mett verður, at útspælið hjá stjórnini skal prógva fyri veljarunum, at stjórnin er sinnað at brúka fleiri pengar til vælferðarsamfelagið. Og ikki minst munin at vísa millum stjórnina og andstøðuna á tí økinum. Tað gjørdi hann í gjár, tá hann segði, at ein uppgerð frá donsku hagstovuni vísir, at 38.000 fólk hava fingið arbeiði frá fyrst í 2013 til seinasta fjórðingsár í 2014, og tá er Danmark ikki longur í kreppu, segði hann. Men ein bági er, og at stjórnin stendur seg ikki serliga væl í meiningakanningunum, og eftir teimum at døma, verður tað borgarligu flokkarnir, sum fara at vinna valið. Sambært viðmerkingunum hjá Fiskimálaráðnum um uppskotið eru longu nú, felags festipuljan hevur virkað í fýra ár, pengar tøkir til fleiri fjós, har neytini ganga leys. Fiskimálaráðið skrivar, at umleggingin frá básafjósum til nýmótans fjós krevur nógvan kapital, sum í stóran mun verður at útvega sum lán og stuðul úr felags festipuljuni. Búnaðargrunnurin veit um ítøkiligar ætlanir um at byggja tvey fjós, um fígging fæst úr grunninum. Ætlanir eru eisini um onnur fjós, men tær eru ikki so ítøkiligar enn. Stór konsert var í høllini í Eysturskúlanum leygardagin 18. apríl, har felagskór og átta einstøk kór sungu. Konsertin var samstundis ein kapping millum kórini. Fyrsta stigið í fyrireikingunum er at finna egnað øki til vindmyllur. Í fyrstu atløgu er ætlanin at gera vindmátingar í einum haga oman fyri Porkeri, sum tykist vera væl egnaður. Avgjørt er ikki enn, hvussu stórt loyvi verður boðið út, men væntandi verður loyvið at vera millum tvey og fimm MegaWatt, ella tvær til seks vindmyllur av tí slagnum, sum eru settar upp í Húsahaga í Suðurstreymi. Nógvar kanningar og fyrireikingar skulu gerast, og fleiri loyvi mugu útvegast, áðrenn eitt tílíkt loyvi til vindorku kann verða boðið út. Tað upplýsir Karsten Hansen, landsstýrismaður, í svari til Jónu Mariusardóttir Mortensen, tingkvinnu, sum hevur spurt um eftirkanning fyri bróstkrabba. Karsten Hansen sigur, at arbeitt hevur verið við at fáa krabbameinsfrøðingar á sjúkrahúsinum í Lund at koma oftari á Landssjúkrahúsið, og tað hevur eydnast eitt tíðarskeið í summar og heyst. Landssjúkrahúsið hevur fyri stuttum fingið avtalu í lag við Ríkissjúkrahúsið á onkologiska økinum, og so skjótt hon er sett í verk eftir ætlan í heyst verða krabbameinsfrøðingar á Landssjúkrahúsinum hvørja viku. Jóna Mariusardóttir Mortensen spurdi eisini, nær skipanin um eftirkanning av kvinnum, sum eru viðgjørdar fyri bróstkrabba, fer at virka aftur. Karsten Hansen sigur, at Landssjúkrahúsið hevur lagt eina ætlan fyri sjúklingar, sum ikki høvdu fingið nýggja tíð, tá ein yvirlækni á Medisinska deplinum fór frá fyri aldur herfyri. Tær, sum eru komnar stytst, hava fingið viðtalutíð fyrst, og tær, sum eru komnar til 6 9 ár uttan tekin um afturstig, og sambært serfrøðini kunnu bíða í ein til hálvan annan mánað, hava fingið fráboðan um tað, so tær ikki skulu kenna seg ótryggar um bíðitíðina. Virksemið hjá L andsverki er nógv broytt frá tí, at stovnurin varð skipaður i 1948. Øll tey fyrstu árini var uppgávan at útbyggja vegir og havnir, binda saman bygdir og oyggjar og mesta arbeiðið gjørdi Landsverk sjálvt. Áttatiárini vóru meira enn 600 fólk í arbeiði hjá Landsverki. Nú verða flestu arbeiði boðin út, og 125 fulltíðarstørv eru á stovninum. At vera byggiharri krevur millum annað fólk at hava eftirlit við fyrireikingum og byggiarbeiðum, so tað fæst fyri pengarnar, sum avtalað er. Aftrat eftirliti við byggiarbeiðum, viðlíkahaldi av vegum og kavarudding hevur Landsverk seinastu tíggju fimtan árini fingið ábyrgd av øllum fastognum landsins og stovnum tess, fyrisiting og viðlíkahaldi. Soleiðis eru uppgávurnar broyttar, flestu arbeiði verða boðin út, men arbeiðsbólkurin, sum nú hevur lýst og mett um virksemið hjá Landsverki, heldur tó, at meira kann útveitast. Tað fara formaðurin í Fólkaflokkinum, Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, og Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður í Tjóðveldi, at kjakast um í sjónvarpsstovuni. Tað sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, sum hevur sett gongd á arbeiðið at kanna, um heilivágur skal gerast lógarbundin útreiðsla. Leiðslan á Landssjúkrahúsinum sigur í frágreiðing, sum er latin landsstýrismanninum, at tíðin er komin til at gera heilivág til lógarbundna útreiðslu. Fyri sjey árum síðani fekk hon staðfest móðurmerkjakrabba, og sambært læknunum er eingin ivi um, hví hon fekk hetta slagið av krabbameini. Allir teir læknarnir, sum eg havi verið hjá siga, at mongu túrarnir undir solariumsól, eru orsøkin til at eg fekk móðurmerkjakrabba, sigur Manja Johansen, og vísir á, at sum tannáringur plagdi hon at taka sól eini fimm ferðir um vikuna. Tað var modernað, og serliga var tað í sambandi við eitt nú flogbóltskappingar, at tað var umráðandi at vera brún, sigur Manja Johansen. Eftir at krabbameini varð staðfest, bleiv Manja Johansen send til Danmarkar, har alt móðurmerkið og eitt sindur av húðini rundan um bleiv tikið burtur. Í dag er hon frísk. Eg hevði ikki funnið upp á at lagt meg undir eina solariumsól í dag, og eg viðmæli ongum at brúka solariumsól, sigur Manja Johansen. Í sambandi við prát um solariumlógina, ið bleiv samtykt fyri skjótt tveimum vikum síðani, fortaldi Manja Johansen, hvussu hon hevur upplivað at fáa móðurmerkjakrabba av ov nógvari solariumsól. Lógin er eitt stig rætta vegin, men avgjørt eingin endalig loysn, tá hugsað verður um at fáa tey ungu at halda uppat við at brúka solariumsól, sigur Jansy Gaardlykke, sum er dagligur leiðari í Krabbameinsfelagnum. Tað eru hol í lógini, og tí rokna vit við, at tað kann blíva torført at halda lógina, sigur Jansy Gaardlykke. Eitt nú eru ómannaðar sólstøðir framvegis loyvdar, men eisini har skal 18 ára aldursmarkið haldast. Tvøroyrar kommuna boðaði leygardagin frá, at kommunan ætlar at forða Sea Shepherd fólkum at leggja at í havnini og at nýta hentleikar hjá kommununi. Men tað er at gera mismun á fólki, og er í stríð við lógina, sigur Jógvan Páll Lassen Danska stjórnin ætlar at brúka 39 milliardir krónur meira í almenna geiranum til tess at styrkja vælferðina hjá dønum. 15 milliónirskulu brúkast til heilsu og sjúkrarøkt, segði Helle Thorning Schmidt, forsætisráðharri, á tíðindafundi fyrrapartin. Nógvar gitingar eru um, nær forsætisráðharrin fer at skriva út val eitt boð er í morgin, onkur heldur hósdagin, men politiskir viðmerkjarar eru á einum máli um, at tíðindafundurin í dag merkir, at tað í øllum førum verður heilt skjótt. Føroya Arbeiðsgevarafelag og YTF, felagið hjá teimum, sum arbeiða í tryggingarfeløgum, fíggjarstovnum og KT feløgum, eru samd um at leingja sáttmálan til 31.mai næsta ár. Poul Andrias Ziska, høvuðskokkur, ásannar at heiðurin í farnu viku hevur havt jaligan týdning við sær fyri KOKS. Hann leggur tó afturat, at áhugin at eta á KOKS yvirhøvur er størri í ár í mun til í fjør. Millum annað hevur New York times hevur skrivað um KOKS, og Poul Andrias heldur at tað má vera orøkin til at fleiri enn 100 amerikanarar hava bílagt borð í summar. Vilja arbeiða ókeypis Tað er ikki bert áhugin at eta á KOKS sum er vaksandi, men eisini áhugin at arbeiða ókeypis. At arbeiða ókeypis og bert fáa eina váttan fyri at man hevur arbeitt á eini viðurkendari matstovu, kenna vit frá stóru matstovunum, sum NOMA og Geranium. Men hetta er nú eisini veruleiki í føroyum. Fólk úr øllum heiminum bjóða seg fram at arbeiða á KOKS sigur Poul Andrias. Hóast at tað lønar seg fyri KOKS at fólk tíma at arbeiða ókeypis í eitt tíðarskeið gevur eisini KOKS eina holla vitan og upplivingar júst tí at fólkini eru úr so ymiskum londum. Bleiv høvuðskokkur sum 23 ára gomul Eg mátti líka hugsa meg um, tí at familjan hjá mær og eg búðu í Danmark, men innast inni hevði longu avgjørt at taka av. Soleiðis sigur nú 25 ára gamli havnamaðurin, sum byrjaði í matstovuvinnuni, sum pitsakokkur hjá Pizza 67. Hann bjóða seg síðani fram sum lærlingur hjá Leif Sørensen, sum tá átti matstovuna, Gourmet. Leif tók Poul Andrias í læru og tí hevur Poul Andrias arbeitt í tøttum samtarvi við stovnaran á KOKS, Leif Sørensen, øll árini. Tí var Poul Andrias ivaleyst rætti maðurin at taka yvir tá Leif Sørensen og Hotel Føroyar slitu samstarvið. Tað hendir, at viðurkendar matstovur eru so dragandi, at fólk arbeiða uttan løn bara fyri at kunna vísa á, at tey hava arbeitt har. Felagið sigur, at neyðugt er at endurskoða allar skipanir, sum geva føroyskum arbeiðstakarum fyrimun, um teir velja at arbeiða uttanlands. Ein kanning, sum Arbeiðsgevarafelagið hevur gjørt, vísir, at føroyskar fyritøkur eru kappingarførar, tá tað ræður um løn, men ikki, tá ið ræður um skatt. Verður hugt nøkur ár fram í tíðina, verða handaligir og tekniskir førleikar alsamt meiri eftirspurdir, og munandi fleiri fara at starvast á hesum øki. Tí er umráðandi, at føroyska samfelagið stendur seg í kappingini um arbeiðsmegina, og tí má kappingin um arbeiðsmegina við onnur lond javnsetast, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag. Í hesari sending hoyra vit millum annað løgini, sum eru sett saman í eyðkenningslagnum, og fleiri onnur. Gunnvør Poulsen leggur til rættis. Eingin ivi er um, at samtyktirnar, sum kommunur hava gjørt um at sýta limum í Sea Shepherd at nýta ymsar hentleikar, eru gjørdar í heimildarloysi. Kommunurnar fyrisita, og samtyktir, sum tær gera, skulu hava heimild í lóg. At vera limur í Sea Shepherd er ikki ólógligt, sigur stjórnmálafrøðingurin. Sjónleikarhúsið í Havn skal útbyggjast eystureftir, so tað verður lættari at arbeiða í húsinum. Samstundis skal forhøllin umvælast, tí har lekur illa. Havnar Sjónleikarfelag fær á hvørjum ári 800.000 krónur i rakstarstuðli frá Tórshavnar kommunu. Harumframt fíggja tey sítt virksemi við at leiga húsið út. Helle Thorning Schmidt hevur kallað inn til tíðindafund klokkan 10 føroyska tíð, og tá fer hon væntandi at skriva út fólkatingsval. Í tíðindaskrivinum frá danska forsætismálaráðnum verður sagt, at Helle Thorning Schmidt, forsætisráðharri, fer at koma við einari fráboðan, og høvi verður ikki at seta spurningar, stendur í tíðindaskrivinum. Helle Thorning Schmidt, forsætisráðharri, hevur kallað inn til tíðindafund klokkan 10, okkara tíð, og har fer hon væntandi at koma við eini fráboðan um, at fólkatingsval verður útskrivað. Danska grundlógin sigur einki um, hvussu long tíð skal ganga frá tíð, at val verður skrivað út, til val verður hildið. Men vanliga ganga í minsta lagi tríggjar vikur til fýra vikur, tí at atlit verður tikið at brævatkvøðum. Onkursvegna hevur tað altíð verið dreymurin at sleppa at uppliva eina slíka kapping, men at tað skuldi blíva veruleiki, tað hevði eg ikki ordiliga vænta, sigur Turið Elinborgardóttir og heldur fram Føroyingar tora ofta ikki so væl at taka stigið til at luttaka í slíkum kappingum, og eg valdi eisini at halda tað loyniligt, tá eg hevði melda meg til. Bara mamma og sjeikurin vistu av tí, fortelur Turið Elinborgardóttir. Tað var Laila av Reyni, sum herfyri lýsti eftir føroyskum modellum til Miss Universe Denmark 2015. Umframt at skula sniðgeva fleiri kjólar til kappingina, verður hon eisini partur av dómsnevndini. Eg sá lýsingina, og so var tað rættiliga lætt og ómakaleyst at melda seg til kappingina. So e ghugsaði, at nú royni eg bara, sigur Turið Elinborgardóttir. Mánadagin fekk Turið Elinborgardóttir so boðini um, at hon verður føroyska umboðið í døgunum 13. til 15. august, tá kappingin er í Danmark. Eg veit ikki so nógv um kappingina enn, men eg royni at fyrireika meg við at hyggja eftir øðrum slíkum kappingum á netinum, og annars royni eg eisini at finna stuðlar, sigur Turið Elinborgardóttir. Tilsamans 14 fólk eru á listanum hjá Sambandsflokkinum til fólkatingsvalið, sum er kunngjørdur á heimasíðuni hjá flokkinum. Millum valevnini eru bæði landsstýris og løgtingsfólk. Alt bendir á, at Helle Thorning Schmidt, fer at skriva út fólkatingsval fyrrapartin, og longu í kvøld verður fyrsta valsendingin upp undir fólkatingsvalið í sjónvarpinum. Tey vera Aksel V. Johannesen fyri Javnaðarflokkin, Bárður Nielsen fyri Sambandsflokkin, Høgni Hoydal fyri Tjóðveldi, Jørgen Niclasen fyri Fólkaflokkin, Jenis av Rana fyri Miðflokkin, Hanna Jensen fyri Framsókn, Jógvan Skorheim fyri Sjálvstýrisflokkin og Zakarias Wang fyri uttanflokkalistan. Rithøvdundafelagið skal virka fyri áhugamálini hjá rithøvdununum og verja rættindini hjá teimum. Soleiðis ljóða endamálini hjá Rithøvundafelagnum. Ludvík á Brekku, formaður, ynskir at felagið kemur út til fólk og hetta verður gjørt við at skipa fyri tiltøkum. Upplestrartiltøk geva sansunum hjá áhoyrarunum eitt sindur meira samborið við um verkið verður lisið heima í friði. Hesi tiltøkini eydnaðust sera væl í fjør, men nú fara tey í gongd aftur, og fyrsta tiltakið verður leygarkvøldið í Sirkus klokkan21.00. Ludvík á Brekku, Sámal Soll og Simona Midjord fara at lesa upp. Tað skrivar Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi, í lesarabrævi, nú fleiri kommununur hava gjørt av at avmarka møguleikarnar hjá Sea Sheperd at nýta kommunalar hentleikar og ognir. Hilmar Høgenni, deildarleiðari á Kommunalaeftirlitinum, segði við Dag og Viku í gjárkvøldið, at eftirlitið fer at viðgera málið yvirhøvur. Danska kongshúsið ger nógv burturúr at vera politiskt óheft. Sambært grundlógini er valdið hjá drotningini avmarkað. Hon setur formliga forsætisráðharran, men drotningin er ikki virkin í politisku gongdini. Hetta var eitt nú sjónligt, tá valevnið hjá Liberal Alliance, Villum Christensen, við seinasta val læt prenta eina valplakat, har hann var avmyndaður saman við Margrethu drotning. Tá gjørdi kongshúsið greitt, at tey kongaligu vildu ikki blandast upp í valstríðið. Tí kann tað gerast trupult hjá drotningini at koma á almenna vitjan hjá Kaj Leo Holm Johannesen løgmanni og fólkatingsvalevni bert fáar dagar undan valinum, og lata seg avmynda saman við føroysku fólkatingsvalevnunum. Løgmansskrivstovan og Ríkisumboðið samskipa vitjanina hjá drotningini frá 15. til 19. juni. Á Løgmansskrivstovuni siga tey, at tað er drotningin, sum hevur boðað frá, at hon kemur á vitjan, og fyrr enn Løgmansskrivstovan fær onnur boð frá Kongshúsinum, arbeiða tey sum um, at drotningin kemur á vitjan. Ríkisumboðið, Dan M. Knudsen, sigur við Kringvarpið, at ríkisumboðið er farið undir at kanna, hvørja ávirkan fólkatingsvalið fær á drotningavitjanina. Enn hava tey ikki fingið endaligt svar, men roknað verður við, at út á seinnapartin fæst at vita, um Margretha drotning og Heindrikur prinsur koma til Føroya, meðan fólkatingsval verður ella um vitjanin verður útsett ella avlýst. Hóast nógv mál eru yvirtikin, eru framvegis stórmál, sum føroysk fólkatingsumboð skulu takast støðu til. Eitt dømi er makrelstríðið við ES. Á móttøkuni vera Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, Bjørn Kunoy, sendimaður Føroya í Russlandi, og umboð fyri almennu myndugleikarnar í Føroyum. Umboð fyri politisku myndugleikarnar í Russlandi, útlendsk sendifólk í Moskva og russiskir samstarvsfelagar hjá føroyskum fyritøkum eru eisini boðin við. Sendistovan Føroya í Moskva læt formliga upp tann 3. mars, og er týdningarmikil liður í at styrkja handilssambondini við Russland, sigur landsstýrið. Uppgávurnar hjá føroyska sendiharranum eru at unmboða áhugamálini hjá Føroya Landsstýri í Ruslandi, og at virka fyri betri handilsligum viðurskiftum og styrkja mentanarligu sambondini landanna millum. Landsverk fer í næstum at søkjaa eftir nýggjum leiðara. Til nýggjur leiðari er settur fara Armgarð E. Steinhólm og Mikkel H. Frandsen at leiða deildina fyri infrakervi, sigur Landsverk í tíðindaskrivi í dag. Av tí at Reiðarafelagið framvegis er í samráðingum við Maskinmeistarafelagið og Skipara og Navigatørfelagið, og fleiri viðurskifti eru felags, vil Fiskimannafelagið ikki almannakunngera samlaða úrslitið av samráðingunum. Eftir at manningarfeløgini slakaðu nógv í 2011, eru nøkur viðurskifti aftur fingin í rættlag, skrivar formaðurin í Fiskimannafelagnum á heimasíðuni hjá felagnum. Við nýggju semjuni er býtisprosentið hjá botnfiskatrolarunum aftur tað, tað var í 2011, línugjaldið er strikað, dagískoytið, sum kokkar fáa fyri at proviantera, hækkar, og menn, sum sigla fast við ávísum skipi ella hjá ávísum reiðaríi, fáa eina upphædd um árið sum ískoyti til arbeiðsklæði. Eisini hevur nýggja semjan við sær, at fiskimenn í heimaflotanum nú umframt jólaaftan og jóladag eisini eru tryggjaðir frí ANNAN jóladag, og nýggjar orðingar tryggja bæði fastari manning og avloysarum tryggari og greiðari setanarviðurskifti. At sáttmálasemjan er galdandi til 1. apríl 2017 kemur av, at tað seinastu árini hevur verið vanligt, at Reiðarafelagið hvørt ár undan jólum og um nýggjársleitið er upptikið av millumlanda fiskivinnusamráðingum. Tí samdust partarnir um at flyta sáttmálaskeiðið. Tað er óskiljandi, at samanleggingar skuldu skundast ígjøgnum á nýggjárinum, sigur Herálvur Jacobsen, formaur í Føroya Lærarafelag, við skúlablaðið, og sipar til samanleggingingarnar av Venjingarskúlanum og kommunuskúlanum í Havn og av skúlanum við Ziskatrøð og skúlanum við Ósánna í Klaksvík. Og lítið talar fyri, at landsmyndugleikarnir fara at skera ígjøgnum og biðja kommunurnar um at bíða við samanleggingunum, tí tøgn og ráðaloysi valdar í Mentamálaráðnum, sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag. Tað var Justus Hansen úr flokkinum Demokratarnir, sum reisti uppskotið á heysti í 2010 um at heita á donsku stjórnina at nútímansgera hjúnabandslógina, so eisini samkynd kunnu verða vígd. Justus Hansen sigur við grønlendska kringvarpið, at tað hevur stóran týdning fyri tey samkyndu, at tey nú kunnu giftast, og liva sum onnur pør. Reiðarí ið Seta, sum rekur garnaskipið Anitu, stevndi í heyst Løgmansskrivstovuni fyri Føroya Rætt, tí løgmaður tá fyribils tók øll rættindi frá skipinum, og skipið varð lagt frá 1. november í fjør Løgmaður staðfesti avgerðina í apríl, og avgjørdi, at Anita skuldi missa rættin til at fiska í føroyskum sjógvi til 31. august í 2016. Jógvan Páll Lassen er advokatur hjá Løgmansskrivstovuni. Hann hevur heitt á P f Seta um at leggja øll skjøl fyri rættin, sum kunna lýsa ognar og fíggjarviðurskiftini í felagnum. Spurnartekin hava verið sett við, um Seta lýkur ásetingarnar í lógini um vinnuligan fiskiskap, sum siga, at føroyingar altíð skulu hava ræðisrættin í føroyskum reiðaríum. Spaniólir eiga og fíggja ein stóran part av virkseminum hjá P f Seta. Men fyri at sleppa at fiska í føroyskum sjógvi, er ein fyritreyt, at viðurskiftini um útlendska ognarpartin og ræðisrættin eru í lagi. Tí hevur advokaturin hjá Løgmansskrivstovuni heitt á reiðaríið at leggja skjølini fram, sum vísa, hvussu ognarviðurskiftini í felagnum veruliga eru. Eru hesi viðurskifti ikki í lagi, skuldi reiðaríið av fyrstan tíð ongantíð havt fingið nakað loyvi, vil Jógvan Páll Lassen, advokatur hjá Løgmansskrivstovuni, vera við. Jógvan Páll Lassen sigur við Kringarpið, at Seta vil ikki lata rættinum upplýsingar um fíggjarligu viðurskiftini í felagnum, tí Seta heldur ikki, at hesi viðurskifti eru viðkomandi fyri kravið móti Løgmansskrivstovuni Seks fólk eru á listanum, og tey eru Poul Michelsen, Hanna Jensen, Karlot Hergeirsson, Sunneva Háberg Eysturstein, Høgni Reistrup og Ruth Vang. Tað er týdningarmikil liður í búskaparligu menningini í Føroyum at knýta beinleiðis diplomatisk sambond við lond, ið hava týdning fyri føroyskan búskap. Føroyar hava í nógv ár arbeitt við at betra okkara handilsviðurskifti við Russland. Nýggja sendistovan er týdningarmikið amboð hjá okkum at styrkja handilsviðurskiftini við Russland og onnur eystanlond, sigur hann. Til móttøkuna vóru løgmaður, sendimaður Føroya í Russlandi og umboð fyri almennu myndugleikarnar í Føroyum. Eisini vóru einar 20 føroyskar fyritøkur við. Umboð fyri politisku myndugleikarnar í Russlandi, útlendsk sendifólk í Moskva, og russiskir samstarvsfelagir hjá føroysku fyritøkunum vóru eisini til móttøkuna, sigur Løgmansskrivstovan. Á dagstovninum Sólareygað í Havn hava tey ein kostpolitikk, ið sigur, at børnini ikki skulu hava matpakkar, har sukur er í og ei heldur mat, sum verður mettur ikki at vera heilsugóður. Vit ynskja, at meðan børnini eru hjá okkum, skulu tey eta góðan, ordiligan mat. Vit vita jú, at børn ávirkast av ov nógvum sukri, og tí hava vit ein kostpolitikk, sum sigur, at sukur og annað, sum ikki er heilsugott, ikki hoyrir heima á stovninum, sigur Mirjam Johannesen, leiðari á dagstovninum Sólareygað. At vøggustova ella barnagarður skulu avgera, hvat foreldrini geva børnunum í mateskjuna, er ikki rætt. Tað heldur Annika á Borg, sum er mamma at tveimum gentum, sum ganga í ávíkavist vøggustovu og barnagarði. Matpakkin er onkursvegna ein heilsan frá foreldrunum til barni, og hevur mann hug at forkela barnið við onkrum søtum av og á, so skal mann sjálvandi kunna tað, sigur Annika á Borg og leggur afturat Fyri meg er umráðandi, at børnini eta. Onnur dóttir mín er rættiliga kræsin og vil illa eta, og tí velji eg onkuntíð at geva henni okkurt søtt á breyðið, tí tá veit eg, at hon etur og ikki gongur svong, sigur Annika á Borg. Árligi Granskingardagurin á Landssjúkrahúsinum verður í dag í Forhøllini á Landssjúkrahúsinum. Granskingardagurin varð fyrstu ferð hildin í 2013. Granskingardagurin er eitt tiltak, ið er sprottið úr tí økta áhuganum og strembanini at gera gransking til ein fastan tátt á Landssjúkrahúsinum. Menningin av einum og hvørjum nútímans sjúkrahúsverki krevur, at bæði útbúgving og gransking er ein nátúrligur og samansjóðaður partur av virkseminum, ið verður framt hvønn dag Tað hevur verið framgongd í granskingini síðan byrjan, og á Landssjúkrahúsinum fegnast tey um, at granskingin seinastu árini er fleirfaldað og hevur breitt seg til fleiri fakøki. Í hesum døgum verður síðsta hond løgd á eina yvirskipaða strategi um, hvussu Føroyar kunnu gerast eitt undangonguland innan kunningartøkni. Okkara samfelag skal knýtast saman við einum talgildum undirstøðukervi, har allir upplýsingar um okkum øll eru lætt atkomuligir. Í hesum nýggja, talgilda universi skulu vit øll hava ein talgildan samleika og eina talgilda undirskrift. Strategiin skal vera liðug og almannakunngerast 25. juni. Nýggju, tøkniligu møguleikarnir reisa eisini fleiri grundleggjandi spurningar, bæði um trygd og rættindi hjá tí einstaka til sínar upplýsingar. Í sendingini tosa vit við nakrar av lyklapersónunum í strategiætlanini, sum hevur fingið heitið Talgildu Føroyar. Luttakarar Dánjal Pauli Haraldsen, Ann Damgaard, Ólavur Ellefsen, Ólavur Brimnes, Jóanna Djurhuus. Í sambandi við fólkatingsvalið 18. juni verður sending í sjónvarpinum, har tíðindafólk spyrja umboð fyri flokkarnar, sum stilla upp. Sendingin Í andgletti verður í sjónvarpinum eftir Dag og Viku klokkan 19.20. Hon verður send aftur í útvarpinum klokkan 11 dagin eftir. Tó verður sendingin fríggjakvøld send í útvarpinum mánadagin eftir. Her verður serliga hugsað um tær fýra matstovurnar Áarstovu, Etika, Barbara og KOKS, ið sum tann fyrsta matstovan í Føroyum nakrantíð, í síðstu viku varð kosin Ársins norðurlendska matstova 2014 á eini samkomu á heimsins bestu matstovu NOMA í Keypmannahavn. Fyri tveimum árum síðani varð KOKS eisini í uppskoti til bestu matstovu í danska kongaríkinum, og síðani er hon við risafetum farin upp eftir listanum yvir bestu matstovurnar í norðurlondum. Hóast KOKS er partur av Hotel Føroyum, eru tað kortini ikki føroyingar, men harafturímóti útlendingar, ið eiga lívið í matstovuni. Teir umboða stívliga 70 prosent av kundaskaranum. Vinnulívsgestur í dag er Poul Andrias Ziska, høvuðskokkur á KOKS. Vit fjølmiðlar hava trupult at seta dagskránna, tí at politisku flokkarnir ikki eru so mikið professionellir at gera eina valskrá klára. Brynhild Thomsen, redaktørur og køn í politikki, kallar fólkatingsvalið defust. Vit standa enn við somu spurningum og eingin er komin víðari. Vit vita framvegis ikki hvat hesir báðir grundlógarfestu fólkatingssessirnir skulu brúkast til, og veljararnir hava ikki serliga stóran áhuga fyri fólkatingsvalinum segði, Brynhild Thomsen við morgunsendingina. Hoyr Brynhild Thomsen gera eina støðumeting av fólkatingsvalinum, sum liggur fyri framman og um valið sum heild. BankNordik í Danmark fremur bygnaðartillaging og sigur 20 fólkum úr starvi. Harumframt verða fimm fulltíðarstørv spard burtur við nátúrligari frágongd og leysum størvum, sum ikki verða sett aftur. Sparingin verður umleið 17 milliónir krónur um árið. Útreiðslurnar er umleið 13 milliónir krónur, sum ávirka roknskapin annan ársfjórðing í ár. Fráfaringaravtalur eru gjørdar við starvsfólkini. Bankavirksemi er vaksandi, og vit fáa dagliga nýggj viðskiftafólk. Men samstundis er kappingin um viðskiftafólkini herd almikið, sigur Janus Petersen, forstjóri í BankNordik. Fyri at kunna bjóða bestu treytirnar á marknaðinum er neyðugt at reka virksemi sera skynsamt, og við styrkta kappingarføri bankans halda vit fram at menna virksemi bankans, sigur hann. BankNordik í Danmark fremur bygnaðartillaging og sigur 20 fólkum úr starvi. Harumframt verða fimm fulltíðarstørv spard burtur við nátúrligari frágongd og leysum størvum, sum ikki verða sett aftur. Sparingin verður umleið 17 milliónir krónur um árið. Útreiðslurnar er umleið 13 milliónir krónur, sum ávirka roknskapin annan ársfjórðing í ár. Fráfaringaravtalur eru gjørdar við starvsfólkini. Bankavirksemi er vaksandi, og vit fáa dagliga nýggj viðskiftafólk. Men samstundis er kappingin um viðskiftafólkini herd almikið, sigur Janus Petersen, forstjjóri í BankNordik. Fyri at kunna bjóða bestu treytirnar á marknaðinum er neyðugt at reka virksemi sera skynsamt, og við styrkta kappingarføri bankans halda vit fram at menna virksemi bankans, sigur hann. Konan vil at maðurin skal sova einsamallur í einum kamari. Hon vil helst hava børnini hjá sær hvørja nátt. Maðurin kann sova í egnari song í egnum kamari, so kann hon koma á vitjan um náttina. Lurtari finst at granna, sum eisini brúkar teirra tún til bilsetur, bilvask, órudd og larm. Grannin vil ikki lurta, so hvat skulu tey gera, tí støðan er ótolandi. Ein lurtari skrivar, at tað er ov nógv av tí góða, hetta við at skula hjálpa til allastaðni. Bæði ítróttur, skúlin, og tað almenna biður um hjálp. Kvinna og maður, sum eru sundurlisin, búgva í teirra egnu húsum við teirra børnum. Tey ætla sær ikki at flyta saman, tí hetta er besta loysnin fyri børnini. Men tey fáa ikki frið fyri fyrispurningum frá øðrum, hví tey ikki selja annað húsið og flyta saman í eitt hús. Árni Gregersen, politiskur viðmnerkjari, heldur, at fólkatingsvalið er ein undankapping hjá føroysum politikarum til løgtingsvalið, sum verður seinni í ár. Hann heldur, at Jørgen Niclasen, formaður í fólkaflokkinum, og Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, stóðu seg væl í sjónvarpskjakinum í gjárkvøldið. Munurin millum bláa og reyða vongin í donskum politikki er nú somikið stórur, at reyði vongurin hvønn dag til valið skal taka 5.000 veljarar frá bláa vonginum. Ein av granskarunum, Martin Vinæs Larsen, sigur við Danmarks Radio, at seinasta meiningakanningin vísir, at 100.000 atkvøður eru ímillum veingirnar og tí má reyði vongurin vinna 5.000 atkvøður um dagin fyri at viknna fólkatingsvalið. Kanningin vísir, at reyði vongurin hevði fingið 47 prosent av atkvøðunum, um val var nú, og blái vongurin hevði fingið 53 prosent. Hon er kortini nógv hægri í metum millum fólk, enn Lars Løkke Rasmussen, og eydnast henni at fáa fyrimun av tí, so kann alt henda, siga eygleiðararnir. 79 ára gamli forsetin í FIFA, Sepp Blatter, hevur kallað saman til kreppufund, eftir at fleiri nevndarlimir í FIFA í gjár vórðu handtiknir í Sveis, tí teir í USA eru skuldsettir fyri svik og mutur. Í morgin er annars fundur í FIFA, har Blatter skal veljast aftur til forseta. Hann er í kapping við jordanska prinsin, Ali Bin Al Husein. Blatter sendi seinnapartin í gjár út eitt tíðindaskriv, har hann segði seg ikki hava tikið ímóti mutri. Síðani hevur einki verið at hoyrt frá honum, og hann hevur avlýst tríggjar røður, sum hann skuldi halda í Sveis Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur lagt seg út í málið. Hann sigur amerikansku jagstranina av FIFA vera eina roynd at forða fyri, at Blatter verður valdur aftur sum forseti. Russland skal eftir ætlan verða vertur fyri HM kappingini í 2018, men løgreglan í Sveis er farin undir at kanna, um tann avgerðin var tikin á lógligum grundarlag. Putin sigur, at amerikanska framferðin er eitt greitt tekin um, at USA framhaldandi roynir at trýsta onnur lond til at akta. Og Putin gjørdi greitt, at Rusland stuðlar Sepp Blatter. Kanningar, sum amerikanska samveldisløgreglan, FBI, hevur gjørt, vísa, at fleiri verandi og fyrrverandi nevndarlimir í FIFA skulu vera mutrað við 1,1 milliard krónur síðani í 1991. Málið er politiskt, og nú hevur franski uttanríkisráðharrin kravt, at atkvøðugreiðslan um forsetasessin, sum skal vera í morgin, verður útsett. Tá nýtt landsstýri varð skipað í Grønlandi eftir valið í fjør, gjørdist Doris Jakobsen landsstýriskvinna, og varamaðurin, Nick Nielsen, tók sæti á fólkatingi. Camilla Godfrey, ákæri, sigur, at varðhaldsfongslingin er longd til 17. juni, meðan málið verður fyrireikað og gjørt klárt at senda rættinum. Ein 35 ára gamal føroyingur varð handtikin á bústaði sínum í Roskilde, skuldsettur fyri óvanliga grovt innbrot í heimið hjá danska milliardinginum, Niels Petur Louis Hansen, sum er høvuðspartaeigari í Coloplast, og ein av ríkastu monnum í heiminum. Føroyingurin er skuldsettur fyri um kvøldið 1. mars, at bróta inn í húsini, og fyri at hava noytt hjúnini við eini skammbyrsu ella onkrum, ið líktist eini skammbyrsu, at flyta sær 2,5 milliónir á eina kontu. Danska løgreglan sigur, at einki bendir á, at innbrotstjóvurin kendi hjúnini, hann breyt seg inn á. 35 ára gamli maðurin er mentalkannaður. Camilla Godfrey, ákæri, sigur, at hon fer at mæla til, at føroyingurin verður dømdur eftir grein 288 stk 2 í revsilógini, har hann kann fáa 10 ára fongsul. Hóast Tórshavnar býráð hevur samtykt at byggja musikkskúlan við Landavegin, so eru røddir frammi um, at tað kanska hevði verið betri at bygt skúlan á Skálatrøð, har Tjóðpallurin skal byggjast. Í morgin verður fundur millum partar av býráðnum í Havn og umboð fyri musikkskúlan. Har verður umrøtt, um tað hevði verið betri at flutt musikkskúlan av Landavegnum og oman á Skálatrøð. Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentanarnevndini hjá Tórshavnar kommunu sigur, at fundurin í morgin er óformligur, og at hugskotið um at flyta musikkskúlan verður umrøtt. Men hon sigur samstundis, at tá býráðið samtykti at flyta musikkskúlan út á Landavegin, var ikki endalig avgerð tikin um at byggja Tjóðpallin á Skálatrøð. Tað er tað nú, og tí er vert at umrøða, um musikkskúlin liggur betri á Skálatrøð, við síðuna av Tjóðpallinum, heldur enn við Landavegin. Tað er tey viðurskiftini ,sum skulu umrøðast á fundinum við umboð fyri musikkskúlan í morgin, sigur Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentanarnevndini í Tórshavnar býráð. Avgerðina um at kæra tóku grannskoðararnir og Christian Andreasen, advokatur, 10. februar, eftir at teir høvdu lisið dómin, sum fall í Føroya rætti. Grannskoðararnir høvdu heitt á rættin um at ógilda avgerðina hjá Løgmansskrivstovuni um at strika autorisatiónina, sum grannskoðararnir fingu í 2007. Tað gjørdi Løgmansskrivstovan í 2012. Málið byrjaði í 2010, tá Løgtingsins Umboðsmaður kom við eini húðfleingjandi frágreiðing um, hvussu nakrir grannskoðarar av órøttum høvdu fingið síni pappír. Í miðdeplinum á málinum var ein serlig próvtøka, sum grannskoðararnir ikki høvdu staðið. Tá Løgmansskrivstovan tók pappírini frá teimum, stevndu grannskoðararnir, og nú hevur málið verið á veg í trý ár. Føroya rættur vísti í sínum dómi á, at ein grannskoðari í sínum virki, er longdi armurin hjá tí almenna. Ein autoriseraður grannskoðari er ein serliga væl útbúgvin grannskoðari, sum í lógini fær víðar heimildir, sum eingin annar kann taka sær av, heldur ikki skrásettir grannskoðarar. Talan kann vera um eitt nú fíggjarfyritøkur. Tí er tað í lagi, at ein, sum ætlar sær at gerast autoriseraður grannskoðari, skal til hesa serligu próvtøkuna, og trý ára virkistíð er ikki nóg mikið, segði rætturin. Í dóminum legði rætturin serligan dent á, at grannskoðararnir fingu freist í trý ár at fara til royndina, og tann freistin fer ikki úr gildi fyrr enn seinast í hesum árinum, næstan fýra ár eftir, at autorisatiónin varð tikin aftur. Rætturin segði, at tann freistin hevur verið væl egnað til at fara upp til neyðugu próvtøkuna. Grannskoðararnir, sum stevndu Løgmansskrivstovuni, vóru upprunaliga fýra, men tá dómsviðgerðin var, vóru teir bert tveir. Hinir eru farnir í aðra vinnu. Innanfyri stuta tíð brúkti Tórshavnar kommuna umleið 200 milliónir krónur uppá at keypa og umvæla bygningar. Men hvat bygningarnir skula brúkast til, tykist ikki vera heilt greitt. Einir 600 útlendskir gestir vitja í Føroyum, tá Føroyar eru vertir fyri HM í estetiskum fimleiki. Bæði fimleikarar og fyriskiparar eru á einum máli um, at hetta er tað størsta nakrantíð. Aleqa Hammond legði frá sær sum landsstýrisforkvinna í september í fjør, eftir at tað kom fram, at hon hevði brúkt meira enn 100.000 krónur úr grønlendska landskassanum uppá seg og síni. Umframt Alequ Hammond bjóða tríggir aðrir Siumut politikarar seg fram til Fólkatingsvalið. Hitt grønlendska fólkatingsumboðið, Johan Lund Olsen úr IA, stillar upp aftur. Annars er oljunýtslan minkandi, og OPEC londini rokna við, at sølan hjá teimum fer at minka úr 30 milliónum tunnum um dagin í fjør, niður í 28,2 milliónir tunnur um dagin í 2017. Í juni í fjør varð ein tunna av olju úr Norðsjónum seld fyri 115 dollarar, nú er prísurin næstan farin niður í helvt. Økta amerikanska sølan av skifer olju, og at OPEC londini í november í fjør ikki vildu lækka søkluna, verður mett at vera størsta orsøkin til lága prísin. Pete Ricketts er republikanari, og tað er fyrstu ferð í 40 ár, at ein statur hevur strikað deyðarevsing, meðan ein republikanari er guvernørur. Bretski forsætisráðharrin David Cameron byrjaði í gjár rundferð sína til fleiri ES lond. Endamálið er at sannføra tey um, at Evropa samveldið má broytast grundleggjandi, um Bretland skal halda fram sum ES limaland. David Cameron var fyrst í Haag og hitti niðurlendska forsætisráðharran Mark Rutte. Seinni varð farið til Paris, har fundur var við franska forsetan Francois Hollande. Ætlanin var eisini, at David Cameron skuldi til Keypmannahavnar, men nú val er útskrivað í Danmark, varð ferðin hagar av ongum. Hann vil millum annað hava samveldis tilgongdina at steðga, og vil hava at meira vald aftur til einstøku limalondini og tjóðarting teirrra. Bretar eru eisini misnøgdir við frælsið, ið gevur øllum ES borgarum rætt til frítt at fara millum limalondini, tí nógvir eysturevropearar koma til Bretlands, har teir hava somu rættindi sum bretar til heilsu og vælferðartænastur, og tað siga bretar er alt ov dýrt hjá bretsta ríkiskassanum. Eftir fundin við David Cameron í gjár segði franski forsetin Francois Hollande, at hann er til reiðar at lurta eftir bretsku ynskjunum, og at Frakland vil hava, at Bretland verður verandi í ES. Í dag fer David Camron fyrst til Warsawa at hitta polska forsætisráðharran Ewu Kopacz og haðani til Berlin at hitta týska kanslaran Angelu Merkel. Síðsta vikuskifti var formaðurin í ES nevndini, Jean Claude Juncker í London, hagar bretski forsætisráðharrin hevði boðið honum at vera kunnaður um bretsku ynskini. David Cameron hevði eina serliga orsøk til at vísa ES nevndarformanninum blíðskap, tí áðrenn Jean Claude Juncker fekk formans starvið, mótmælti bretski forsætisráðharrin harðliga og segði, at Jean Calude Juncker var sjálv ímyndin av enn meira ES samveldi. Í síðsta mánað gjørdist hon eisini nevndarforkvinna í donsku Europa rørsluni, ið er ein tvørpolitiskur felagsskapur, ið virkar fyri at styrkja bondini til ES. Nationalpartiet var stovnað á heysti í fjør, og hevur stríðst við at fáa tær neyðugu 20.000 undirskriftirnar, sum skulu til fyri at kunna stilla upp. Nú er ætlanin so í staðin at stilla sjey valevni upp uttanflokka. Til tað krevjast einans 150 undirskriftir frá hvørjum valdømi, har stillað verður upp. Í vár fekk flokkurin stóra umrøðu í miðlunum, eftir at tað eydnaðist at sannføra kenda yrkjaran, Yahya Hassan, um at stilla upp fyri flokkin. Tey søgdu við meg, at eg var ein helvitis nekari og skuldi fara aftur til landið, eg kom frá. Soleiðis var rópt eftir Duritu Ana Alejandra Granada Thomasen, ið er ættleidd úr Kolumbia. Tað ringasta var, ikki at vita hvat morgindagurin hevði at bjóða, sigur Elisabeth Thomsen, ið hevur følt inná bein, hvussu tað er at vaksa upp í fátækadømi. Týdningurin hjá føroysku fólkatingslimunum fyri føroyskan politikk er minkaður so hvørt, sum Føroyar hava yvirtikið málsøki úr Danmark. Valstríðið um teir báðar føroysku fólkatingsessirnar er byrjað, men hví hava Føroyar hesir sessirnar, og hvat er endamálið við teimum Vit fara ein túr aftur í søguna. Í innslagnum verður sagt, at føroyska fólkatingsumboðanin kom í 1850, men rætta ártalið er 1851, tí ikki fyrr enn tá var fyrsta fólkatingsvalið í Føroyum. Tertullian skrivar um lív og deyða, uppreisn og dóm í løgfrøðiligum hugtøkum og fyribrigdum. Á henda hátt hvørvur tað gleðiliga og Faðirin fullur av góðsku og náði. Rætturin vinnur á náðini, so at siga. Stafettina hevur Anja Hansen, ið er ættað úr Søldarfirði. Hon er 44 ár, undirvísir í klaverspæli og fæst eisini við roknskap og bókhald. Men øll hennara orka fer við sjónvarpsrásini, Iktus. Grikski forsætisráharrin, Alexis Tsipras, hevði gjár tímalangar telefonsamrøður við týska kanslaran, Angelu Merkel, og franska forsetan,Francois Hollande, um fíggjarstøðu Grikkalands, sum vil sleppa undan fleiri krepputiltøkum, hóast landið hevur brúk fyri fleiri pengum. Samráðingar hava verið millum Grikkaland, ES og altjóða gjaldoyragrunnurin IMF í fýra mánaðir, men higartil er einki komið burturúr, og verður eingin semja partanna millum, er vandi fyri, at Grikkaland fer í gjaldssteðg um nakrar vikur. Eitt nýtt samráðingarumfar byrjaði í Brússel mikudagin, og í Grikkalandi vónar stjórnin, at ein lánsavtala verður undirskrivað sunnudagin, verður sagt. Marita D. Magnussen er millum tær tríggjar kvinnurnar, ið skulu luttaka í kappingini Bikinifitness leygarkvøldið. Seinastu mánaðirnar hevur hon vant nógv, og harafturat hevur hon eisini etið eftir eini kostætlan. Seinastu tríggir mánaðirnir hava verið rættiliga strævnir, tí eg havi brúkt nógva tíð og orku upp á venjingina og havi livað eftir eini ávísari kostætlan. Tað ger tað eitt sindur trupult at fara út og vera sosial, sigur Marita D. Magnussen, sum tó trívist væl at íðka fitness á høgum stigi. Eg geri tað, tí mær dámar væl at royna míni mørk og vita, hvussu nógv trýst eg kann seta á meg sjálva, sigur Marita D. Magnussen, sum skal á pallin í Hoyvíkshøllini leygarkvøldið. Skuldi tað vera, so skuldi tað vera nú. Eg gangi móti teimum 40, og tað nyttar ikki at luttaka í hesum kappingunum, tá tú ert komin nakað upp í árini, sigur Jan í Nesinum, sum eins og Marita eisini hevur vant nógv seinastu mánaðirnar. Annarleiðis hevur verið við kostinum. Mín kostætlan er tann, at eg skal eta alt og eta nógv. Tað ljóðar einfalt, men tað blívur mann eisini troyttur av, sigur Jan í Nesinum, sum hevur góðar vónir um kappingina í kvøld. Eg fari at gera mítt besta og royni sjálvandi at blíva nummar eitt. Eg veit, at Bjarni Hammer er stórur kappingarneyti og favorittur at vinna, men nú fáa vit at síggja, sigur Jan í Nesinum. Í ringasta føri verður Kringvarpið ikki við í fylginum, tá drotningahjúnini ferðast kring landið, men støða er ikki tikin enn, sigur Liljan Weihe, tíðindaleiðari í Kringvarpinum. Vit hava vent okkum til danska hovið at vita, hvat tey halda um, at drotningahjúnini, ið annars halda seg frá politikki, vitjar eitt fólkatingsvalevni dagarnar upp undir 18. juni, tá val verður. Í skrivligum boðum sigur danska hovið, at orsakað av valinum er vitjanin stytt ein hálvan dag. Hovið vísir annars til løgmans skrivstovuna. Gjøgnum dagin vandu børnini fram ímóti konsertini, ið byrjaði klokkan 15. Á konsertini tóku skúlar lut, og framførdu nøkur løg í part. Til síðst sang stóra felagskórið. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, heldur tað ikki vera nakran trupulleika, at hann bæði er valevni til fólkatingsvalið og vertur hjá drotningini. Føroya rættur viðgjørdi í gjár sakarmálið millum stýrið fyri Føroya Handilsskúla og fyrrverandi stjóran á handilsskúlanum, Reidar Nónfjall. Stýrið hevur stevnt Reidar Nónfjall eftir slakari hálvari millión, sum táverandi skúlastjórin fekk í samsýning frá í mai 2008 til apríl 2011, tá hann sat í bygginevndini fyri Skúladepilin í Marknagili. Málið byrjaði á heysti 2011, tá Landsgrannskoðanin í frágreiðing millum annað staðfesti, at skúlastjórarnir fyri Føroya Handilsskúla og Tekniska Skúla í Havn ikki høvdu rætt til samsýning fyri at sita í seinnu bygginevndini, sum Landsverk stóð fyri. Hóast bæði stýrini og skúlastjórarnir vóru ósamd í niðurstøðunum, so tók Fíggjarmálaráðið undir við frágreiðingini og heitti árið eftir á bæði skúlastýrini um at krevja samsýningarnar aftur frá báðum skúlastjórunum. Hann segði við útvarpið 6. februar í 2012, at grundgevingarnar fyri kravinum vóru burturvið, og at hann ikki ætlaði at rinda pengarnar aftur. Síðani valdi stýrið fyri Handilsskúlan at stevna eftir pengunum. Málið hevur verið leingi ávegis, og í gjár var málið fyri í rættinum, og eftir rættarfundin var málið tikið upp til dóms. Hetta er eitt kvøld fyri tey, sum hava áhuga í filmi sigur, Jan Berg Jørgensen. Talan er um eitt samstarv við íslendingar og hetta verður eitt afturvendandi tiltak, at ísland kemur at vísa okkum sínar filmar. Vit hava nógv at læra, men vónandi eru vit eins góð sum íslendingar at gera film, um eini 10 ár, sigur Jan Berg Jørgensen. Hann leggur afturat at føroyskir filmar eisini verða vísir í Íslandi. Sum sjónleikari lærir tú at brúka røddina, ein førleiki, ið tólv deknar úr norðoya vestara prestagjaldi fingu høvi at læra seg, tá sjónleikararnir og leikstjórarnir Rea og Súsanna Tórgarð høvdu skeið fyri teimum á Húsum á Kalsoynni. Sunnudagin 31. mai hevur Jóhannes Andreasen eina forkunnuga og sermerkta klaverkonsert í Studio Bloch í Østrøm, har hann fyri bara 25 áhoyrarum, fer at spæla tónleik eftir Wolfgang Amadeus Mozart. Vit hitta Jóhannes, eins og hann eisini sessast við klaverið, har vit fáa tvær smakkiroyndir. Gestirnir á Mentanarcaf ini hesuferð eru Joana Johansen, Ketty Poulsen, Charlotta Thorsteinsson, Hákun Dam, Marjun Lómaklett, Elin Syderbø, Rea Tórgarð, Súsanna Tórgarð, og Jóhannes Andreasen. Kringvarpið hevur roynt at fingið eina viðmerking frá Lars Olsen, men tað eydnaðist ikki at fáa fatur á honum umvegis telefonina. Gunnar Nielsen, Stjarnan Ísland Tórður Thomsen, B36 Tórshavn Teitur M. Gestsson, HB Tórshavn Atli Gregersen, Víkingur Sonni Ragnar Nattestad, Vejle BK Danmark Odmar Færø, B36 Tórshavn Gilli Sørensen, AaB lborg Danmark Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ Runavík Róaldur Jakobsen, B36 Tórshavn Kaj Leo í Barstalstovu, Levanger Noreg Christian Lamhauge Holst, Fremad Amager Danmark Brandur H. Olsen, FC København Danmark Hallur Hansson, Vendsyssel Danmark Klæmint A. Olsen, NSÍ Runavík Jóan Símun Edmundsson, Vejle BK Danmark Pól Johannus Justinussen hevur fyrr spælt á vinstrabakki, men sum skilst ynskir Lars Olsen ikki at brúka hann á tí plássinum aftur. Tó er ein annar NSÍ ari ein møguleiki. Einar Tróndargjógv hevur spælt væl fyri NSÍ í ár, og sum skilst er hann í kikaranum hjá landsliðsvenjaranum til plássið á vinstrabakki. Tað var 25. februar, at trý starvsfólk í Kringvarpinum Dia Midjord, stjóri, Liljan Weihe, tíðindaleiðari, og Jan Lamhauge, journalistur og táverandi redaktørurin á Portalinum, Sveinur Tróndarson, vórðu dømd fyri at hava ærumeitt Jørgen Niclasen, landsstýrismann, í miðlaumrøðuni av tollmálinum. Tey kærdu øll dómin til landsrættin, sum nú hevur ásett dagarnar, tá málið skal viðgerast. Tey eru eisini biðum um at senda landsrættinum trý málskjalaavrit, sum skulu nýtast í rættarmálinum. Í frásøgnini av Húsum hitta vit Ketty Poulsen, Charlottu Thorsteinsson, Hákun Dam, Marjun Lómaklett, Elin Syderbø, Rea Tórgarð, og Súsonnu Tórgarð. Hoyr frásøgnina her Landsliðsvenjarin hjá Danmark í hondbólti, Gudmundur Gudmundsson, kunngjørdi í dag bruttohópin til komandi EM undankappingardystirnar. Hann er ikki bara eitt talent, hann er eitt risastórt talent, og tað verður spennandi at síggja, hvat hann klárar á hægsta stigi, segði Gudmundur Gudmundsson á tíðindafundi í dag. Danmark hevur tveir EM undankappingardystir eftir. 10.juni verður spælt á útivølli móti Litava, og 14.juni er Danmark á heimavølli móti Bosnia Hersigovina. Donsku drotningahjúnini koma á almenna Føroyavitjan, meðan valstríðið til fólkatingsvalið er. Løgmaður er vertur. Tað kann vera ein fyrimunur fyri ein politikara, at hann er tætt at teimum kongaligu, heldur politiski viðmerkjarin hjá Berlingske, men hann heldur ikki, at føroyski veljarin fer at seta krossin út frá drotningavitjanini. Hóast eingin nýggjur tilburður er komin afturat seinastu tríggjar vikurnar, so er ikki sloppið enn, sigur William Smith, smittuserfrøðingur. Vinnuframi hevur játtað stuðul til at menna tvey føroysk telduspøl. Tað skrivar Íverksetarahúsið , sum fegnast um, at tiltakið FT GameJam nú gevur úrslit. Bæði telduspølini tey eita Wormsteak og What Now Teddy vórðu skapt á júst FT GameJam, sum Íverksetarahúsið skipaði fyri saman við Føroya Tele í januar. FTGameJam snýr seg um at menna eitt telduspæl frá grundini. Luttakararnir, sum verða skipaðir í bólkar fingu 48 tímar at gera telduspælið. Higartil hevur tað ikki eydnast nakrari fyritøku í Føroyum at sláa ígjøgnum á marknaðinum fyri telduspøl. Nú verður so ein roynd gjørd at framleiða tvey telduspøl í Føroyum, skrivar Íverksetarahúsið. Jarðskjálvtin hevði styrkina 4,0 og merktist týðuliga í Reykjavík og í grannaøkinum har. Epi centrið var 6,7 kilometrar í útnyrðing norðan úr Krýsuvík á Reykjavík hálvoynni, eitt øki, sum er kent fyri nógvar skjálvtar. Vinnuframi hevur játtað stuðul til at menna tvey føroysk telduspøl. Toymini handan telduspølini Wormsteak og What Now Teddy hava fingið 100.000 krónur í part. Regin Dalsgaard er formaður í Vinnuframa Stutt fyri døgurðatíð hitti afturvaldið FIFA forsetin, Sepp Blatter, fjølmiðlar í Zúrich í Sveis. Flestu spurningar frá fjølmiðlum snúði seg um skuldsetingar móti FIFA og Blatter sjálvum um korruptión og mutur. Her kanst tú hoyra fyrra part av tíðindafundinum, har Josef Blatter heldur talu. Blatter firtin Bara fáar tímar eftir, at 79 ára gamli Josef Blatter varð afturvaldur sum FIFA forseti, fanst hann at amerikonsku løgregluni og evropisku samstarvsfeløgum sínum. Umstríddi fótbóltsleiðarin sigur seg verða skelkaðan av, hvussu amerikanska samveldisløgreglan, FBI, hevur borið seg at í hesi vikuni, tá fleiri FIFA toppar vórðu handtiknir í einum gistingarhúsi í Zúrich. Blatter er heldur ikki fegin um hørðu atfinningarnar frá evropisku fótbóltssamgonguni, UEFA. Sambært Blatter, upplivir hann tað sum hatursátak. Slíkt hatur kemur ikki bara frá einum persóni í FIFA. Tað kemur frá øllum UEFA, sum ikki vil skilja, at eg gjørdist forseti í FIFA í 1998, sigur Blatter. Fyrrapartin í dag boðaði fyrrverandi Manchester United stjórin, David Gill, frá, at hann sigur frá sær mæta sessin í FIFA, sum mótmæli móti, at Josef Blatter er valdur. Forsetin í evropiska fotbóltssambandinum, UEFA, Michael Platini, fanst á tíðindafundi í gjár, hvassliga at Blatter, og heitti á hann um at taka seg aftur sum valevni. Samstundis hótti Michael Platini um, at taka UEFA úr FIFA og boykotta heimsmeistarakappingina í Russlandi. Tað eru nú tríggir dagar síðani boð vórðu givin um at handtaka níggju núverðandi ella fyrrverandi FIFA toppar, umframt fimm vinnulívsmenn. Teir eru skuldsettir fyri mutur og korruptión fyri 1,1 miljard krónur síðani 1991. Á tíðindafundi í New York mikudagin, greiddu amerikanski løgmálaráðhanni, stjórin fyri FBI og stjórin fyri amerikanska skattavaldinum, frá, hvørja tyngd hetta málið hevur. Sjálvandi eri eg skelkaður, sigur Blatter, men eg hevði ikki úttala meg um ein annan felagsskap, um eg ikki hevði verið vísur í, hvat er hent, sigur Blatter. Føroysku íløgufeløgini og føroysku pensjónsgrunnarnir gera ov fáar íløgur í føroyska íverksetan. Tað heldur formaðurin í almenna Vinnuframa, sum ávarar ímóti gongdini. Teir 89 persónarnir eru politikarar, sendiharrar og fólk innan herin. Fleiri sendistovur hjá ES londum í Moskva fingu ígjár listan sendandi. Danirnir eru teir báðir fyrrverandi konservativu uttanríkisráðharrarnir, Lene Espersen og Per Stig Møller, ovastin fyri fregnartænastuna hjá donsku verjuni, Thomas Ahrenkiel, og formaðurin fyri Danskernes Parti, Daniel Carlsen, ví sa skjøl, sum finska kringvarpið, YLE, hevur fingið hendur á. Svartilistin er russiska aftursvarið til revsitiltøkini hjá ES móti Russlandi og russarum í kjalarvørrinum av hertøkuni av Krim hálvoynni og ósemjuni har eysturi í Ukraina. Orsøkin til, at júst hesir persónar ikki eru vælkomnir til Russlands longur, stendur ikki á listanum, og Russland hevur, av ávísum orsøkum, heitt á ES londini um ikki at almannakunngerða nøvnini á persónunum, skrivar AFP tíðindastovan. Sambært talskvinnu fyri sendiharra tænastuna hjá ES í Bruxelles hevur Russland seinastu mánaðirnar í veruleikanum sýtt fleiri evropiskum politikarum at koma til landið, men nústani eru nøvnini skrivað á ein lista. Vit taka hetta til eftirtektar, at russisku myndugleikarnir hava avgjørt at vísa okkum listan. Vit hava ikki upplýsingar um lógliga grundarlagi, treytirar og tilgongdina fyri hesum, sigur hon í tíðindaskrivi. Talan er um bakteriur, sum forða blámusoppi at vaksa, og tað hevur stóran týdning millum annað fyri tey, sum hava eplaveltir. Tað skrivar lærdi háskúlin í Keypmannahavn í tíðindaskrivi. Í Danmark og aðrastaðni í heiminum kanst tú ikki velta epli sama stað í fleiri ár, tí so kemur blámusoppur í, men soleiðis er ikki í Grønlandi. Tí fóru vit til Grønlands at kanna, hvat hendir í grønlendsku moldini, sigur Peter Stougaard, lektari við instituttið fyri Plantu og umhvørvisvísund í tíðindaskrivinum. Víðari kanningar hjá granskarunum vístu, at stór upphóping av bakterium eru í grønlendsku moldini, sum framleiða evni, ið forða soppinum at vaksa. Í dag er tað krav, at starvsfólk í barnagørðum skulu hava reina revsiváttan, men vikarar kunnu arbeiða í tvær vikur uttan at nøkur váttan skal vísast. Nú skal endi fáast á hesum. Tí kemur nýggj lóg, sum krevur, at øll, sum arbeiða í barnagarði skulu vísa revsiváttan fyrsta dagin, sigur Torbjørn Røe Isaksen, ráðharri í norsku stjórnini. Lógarbroytingin kemur 1. oktober. Leiðarin fyri felags foreldranevndini, Marie Skinstad Jansen, fyri barnagarðar sigur, at tað er alt ov long tíð at bíða. Vit mugu framskunda tilgongdina. Sum tað er í dag, so kunnu fólk, sum hava framt kynsligan ágang, ótarnað arbieða í barnagørðum uttan at nakar veit um tað, sigur hon við vg.no. Í dag skulu føroya bestu fimleikarar kappast, og sjónvarpið sendir allar finalurnar beinleiðis. Støkk, Havnar fimleikafelag og Ljósið fara at kappast í fimm ymsum aldursbólkum. Tilsamans fara átjan lið at framføra á gólvinum í høllini á Hálsi í Havn, sum er prýdd til kappingina. Allar framførslurnar verða vístar í sjónvarpinum. Vit byrja klokkan 14 00. Vakthavandi, John Kruse, sigur, at tað kann hugsast, at tað eru royndirnar, ið stunda til, sum gera, at ikki so nógv verður drukkið. Fólkamongdin er áleið tann sama sum vanligt, men fólk eru ikki so ávirkað sigur vakthavandi, sum endar við at rósa ungdóminum fyri góðan atburð. 43,1 prosent av teimum spurdu halda ikki, at føroysku fólkatingslimirnir skulu leggja seg út í stjórnarviðurskiftini í Danmark. 37,1 prosent halda hinvegin, at føroysk fo lkatingsumboð skulu taka støðu til, hvør stjórnar Danmark. 12,8 prosent siga seg ikki vita, hvat tey halda. Av teimum spurdu eru tað flestir javnaðarveljarar, ið halda, at føroysku umboðini á Christiansborg skulu blanda seg í stjórnarviðurskiftini í Danmark. Sambært kanningini halda 46,7 prosent av øllum javnaðarveljarum, at fo lkatingsumboðið eigur at vera við til at avgera, hvør stjo rn skal sita i Danmark. 41,2 prosent av sambandsveljarunum halda, at føroysku umboðini á Christiansborg skulu blanda seg í stjórnarviðurskiftini í Danmark. Hja tjo ðveldisveljarum er støðan greiðari. Har halda 71,5 prosent av veljarunum, at eitt møguligt umboð fyri flokkin á fólkatingi IKKI skal blanda seg i stjórnarviðurskiftini í Danmark. Í 1998 høvdu 89 atkvøður í Føroyum avgerandi ávirkan á, at Sosialdemokratarnir vunnu valið, og Poul Nyrup Rasmussen fekk lyklarnar til Forsætismálaráðið. Afturfyri at stuðla Nyrup stjórnini í ávísum máli, góðtók danska stjórnin at strika stóran part av føroysku skuldini til danska ríkiskassan. Saatchy Gallery telist millum týdningarmestu listasøvn í heiminum, sigur Kinna Poulsen, sum eisini metir, at henda sølan fer at hava stóran týdning fyri Rannvá. Aðrir listasavnarar fara at leggja til merkis, at Saatchy hevur keypt verkini, og tað fer at hava við sær økta sølu og sostatt eisini betri umstøður at arbeiða við listini. R ddin hevur bjóðað 20 ára gomlu Rebekku Petersen inn at spæla eitt lag fyri okkum. Unga songkvinnan gav út sína fyrstu fløgu í 2014 við heitinum Byggi Borgir . Føroyskir handverkarar, serliga elektrikarar og rørleggjarar, sum hava arbeitt í Norra, leita nú heimaftur á klettarnar at finna sær arbeiði. Virksemið í Norra er minkað nógv. Sæbjørn Bestirson Nielsen, tekniskur leiðari á Landssjúkrahúsinum, fær alsamt fleiri fyrispurningar frá handverkarum, sum hava arbeitt í Norra. Eisini Magnus Magnussen, formaður í Føroya handverksmeistarafelag, sum hevur el fyritøkuna Elmek, merkir rákið. Tað er lættari at finna elektrikarar, sigur hann. Andreas Lava Olsen legði trýst á landsliðsvenjaran, Lars Olsen, undan endaligu landsliðsúttøkuna til komandi heimadystin ímóti Grikkalandi, sum verður mánamorgunin. Skjóti áloyparin gjørdi ikki mætari enn at skora hattrikk í torføra útidystinum móti NSÍ, og var størsta orsøkin til, at Víkingur kundi fara inn aftur um Gøtueiði einum 4 2 sigri og øllum trimum stigunum. 1 1 javnleikurin í grannauppgerðini í Havn millum B36 og HB gjørdi, at Víkingur gjørdist stóri vinnarin í 14. umfari. Munurin í oddinum tódnaði, og tað eru nú bert sjey stig frá oddaliðnum, NSÍ til Víking á fjórða plássi. Úrslitini í 14. umfari 21. 0 1 Heðin Hansen 65. 1 1 Magnus Olsen 66. 1 2 Andreas Lava Olsen 73. Reytt kort Atli Gregersen 76. 1 3 Andreas Lava Olsen 88. 3 2 Árni Frederiksberg 89. 4 2 Andreas Lava Olsen Myndugleikarnir høvdu ikki loyvi at lata hesa upplýsingar, sambært lógini um alment innlit í fyrisitingina, sigur Løgtingsins umboðsmaður, sum hevur kannað, hvussu aðalráðini hjá landsstýrinum viðgera umbønir um alment innlit. Endamálið var at vita, um skipanarligir feilir eru gjørdir ella óhepnar mannagongdir hava verið. Løgtingsins umboðsmaður heldur til dømis ikki, at tað var rætt at sýta fyri at lata innlit í málið um føroyskan limaskap í WTO, heimshandilsfelagsskapinum. Umboðsmaðurin vísir í fleiri førum á, at hóast fult innlit ikki er givið, sæst ikki í málinum, hvørji skjøl, aðalráðini ikki hava latið innlit í, ella hvørjar upplýsingar aðalráðini hava hildið aftur. Skjót avgreiðsla Millum annað kannaði Løgtingsins umboðsmaður heimildina hjá myndugleikum at krevja gjald fyri avrit av skjølum, sum innlit verður latið í. PST sigur við Dagbladet, at bæði Islamskur Statur og Nusra fylkingini, sum er ein deild av Al Keida, hava roynt at senda yvirgangsfólk til Noregs sum flóttafólk. Norska fregnartænastan hevur tvær ferðir verið í Miðeystri, og er komin eftir, at næstan 10 av flóttafólkunum sum skuldu til Noregs, hoyra til teir báðar bólkarnar. Norski løgregluleiðarin, Svein Erik Molstad, sigur við Dagbladet, at tíverri finnast fólk, sum gera sær dælt av hjálpararbeiði, sum verður gjørt. Hann vil kortini einki siga um, hvussu norska fregnartænastan fekk illgruna til fólkini, og heldur ikki á hvønn hátt, skrivar blaðið Danska revsirætarráðið mælir til at broyta revsilógina, so fólk sum fáast við yvirgangsvirksemi, kunnu revsast harðari. Stjórnin spurdi í fjør ráðið til ráðs um viðurskiftini, og nú mælir revsiráðið til at herða lógina. Ráðið mælir til, at fólk sum fara í part við eitt nú Islamskum Stati, kunnu revsast við 10 ára fongsulsrevsing. Lívlanga fongsulsrevsing Fara fólk í part við Islamskum Stati, og samstundis stríðast ímóti donskum deildum, so eigur revsingin at vera upp í lívlanga fongsulsrevsing, sigur danska rættarráðið. Tað er stórur munur á at halda við islamskum Stati og so at stríðast ímóti donskum hermonnum, sigur forsetin fyri Eystara landsrætt, Bent Carlsen, sum er formaður í revsirættarráðnum. Russiski matvørumyndugleikin krevur váttan frá danska Fødevarestyrelsen, skal fiskur hjá grønlendskum verksmiðjuskipum flytast úr Føroyum til Russlands. Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur greitt fingið at vita frá russiska matvørumyndugleikanum, at Heilsufrøðiliga starvsstovan ikki kann skriva heilsuváttan fyri grønlendska ella danska vøru í Føroyum. Skal vøran til Russlands, skal hon hagar umvegis Danmark, so Matvørustýrið sleppur fram at vøruni har, áðrenn heilsuváttan verður skrivað. Arbeitt verður við at fáa eina avtalu millum Føroyar, Danmark og Russland um, at fiskur, sum grønlendsk verksmiðjuskip landa í Føroyum, kann fara beinleiðis til Russlands við heilsuváttan frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Tað sigur Johan Dahl, landsstýrismaður, í svari til Janus Rein, løgtingsmann, sum spurdi um trupulleikarnar hjá grønlendskum skipum, sum landa í Føroyum, at fáa heilsuváttan frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Reyði vongurin hevði fingið 50,5 prosent av atkvøðunum og blái vongurin hjá Lars Løkke Rasmussen, hevði fingið 49,1 prosent av atkvøðunum, um val var nú. Ein orsøk er, at nýggi flokkurin, Alternativet, sum mælir til at Helle Thorning Schmidt heldur fram sum forsætisráðharri, hevði fingið umboð í fólkatingið. Klaverprofessari Elzbieta Wiedner Zajac úr Wien kemur til Føroya at undirvísa ungum, gávuríkum klaverleikarum, umframt at hon eisini fer at hava eina konsert. Elzbieta Wiedner Zajac hevur áður vitjað musikkskúlan, og hevur skúlin sera góðar royndir av hennara kønu vegleiðing. Hon er klassiskur klaverleikari í heimsklassa, og eisini ein framúr góður lærari hjá børnum og ungum. Les meira á heimasíðuni. Frálæran á Tórshavnar musikkkúla verður sum Master Classes, sum merkir, at tað er ókeypis atgongd fyri áhugað at vera til staðar meðan frálæran er. Við hesum vónar musikkskúlin at geva so nógvum sum møguligt nýggjan íblástur. Teir verða við á ráðstevnuni, Vøkstur í bláa tilfeinginum í Norðuratlantshavi og Arktis , sum verður í Norðurlandahúsinum í morgin og mikudagin. Ráðstevnan viðger eisini, hvørjar møguleikar vinnan hevur at gagnnýta tilfeingið í havinum í framtíðini. Úrslitini av ráðstevnuni verða savnað í eina greining. Ráðstevnan er partur av skránni hjá norðurlendska fiskivinnusamstarvinum, ið Føroyar hava formansskapin fyri í 2015. Í 1980 fekk John Lennon eftir fimm ára turk hug at gera løg aftur og tað árið avrikaði hann tilfar til meira enn eina útgávu, umframt at konan, Yoko Ono, gjørdi sínar sangir til útgávurnar. Double Fantasy við kendum løgum sum Just Like Starting Over, Beautiful Boy, og Dear Yoko, var givini út fáar vikur fyri deyða Lennonar í 1980, hin, Milk and Honey varð givini út í 1984. Milk and Honey hevur millum annað eina demoinnspæling av Grow Old With Me, sum aðrir sangarar hava givið út seinni. Størsta hittsinglan á plátuni er Nobody Told Me. Tíðindafundur verður í húsunum hjá FSF í Gundadali. Tað er ikki sørt av spenningi uppundir dystin, eftir at Føroyar á útivølli í fjør, vunnu 1 0 á Grikkalandi. Umami er tann fimti smakkurin søtt, súrt, salt og beiskt og er sera vælumtókur uttanlands í hesum døgum. Vit kenna umami betur sum ræst. Vit leita eftir tí góða smakkinum, tí vit halda at danir, í hesum alheimstíðum, hava gloymt tann góða smakkin, sigur Jonathan. Men hann leggur afturat, at hetta er ikki ein romantisering av tí gamla siðbundna smakkinnum, men heldur ein leita eftir, hvat smakkar væl og hvat sermerkir góðan smakk. Smag for livet, kallast granskingarverkætlanin, og ætlanin er at leggja okkurt fram av tí, sum teir hava funnið í Føroyum, á ráðstevnuni Nordic Food Festival. Í tveimum førum hava myndugleikar givið innlit í viðkvæmar upplýsingar um privat viðurskifti hjá fólki, upplýsingar, sum myndugleikarnir ikki høvdu loyvi at lata sambært lógini um alment innlit í fyrisitingina. Í øðrum førinum sendi Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum bæði P tal og kontunummar hjá einum almennum stjóra, tá biðið var um innlit í, hvussu stjórastarvið var flokkað. Í hinum førinum læt Mentamálaráðið upplýsingar um stovnsleiðara. Talan er um, eftir upplýsingunum í málinum at døma, ógrundaðar skuldsetingar móti starvsfólki um møgulig revsiverd viðurskifti. Tað er av alstórum týdningi, at tílíkar eymar upplýsingar verða handfarnar við størsta varsemi, og tískil er tað serstakliga óheppið, at Mentamálaráðið hevur givið innlit í hesar upplýsingar, sigur Løgtingsins umboðsmaður. Felagsnevnarin fyri hesa sendingina er, at tónleikurin er skrivaður fyri blásiljóðføri saman við orkesur, klaver ella øðrum undirspæli. Solo ljóðførini hesuferð eru trombonin, franska hornið, trompetin, floytan, tubain og kornettin. Tónaskøldini eru Kazimierz Serocki, Gunther Schuller, Trygve Madsen, James Stephenson og Richard Lane. Í Noreg er markið ásett at vera 800.000 krónur um árið. Kostar viðgerðin meir enn tað, verður viðgerðin ikki boðin á almennu sjúkrahúsunum í landinum. Vit halda, at vit kunnu nýta pengarnar betri aðrastaðni í heilsuverkinum, sum gevur betri úrslit fyri somu upphædd, sigur Lars Vorland, sum er stjóri í norska ætlanarstovninum, sum tekur avgerðina. Norski læknin, Hans Petter Eikesdal, sigur seg vera í iva um avgerðina, tí hann ikki hevur møguleikar at veita sjúklingunum ta hjálp, sum kann hjálpa teimum. Sjálvur heldur hann, at sjúklingar eiga at fáa besta heilivágin sum finst, men politiskur áhugi er ikki fyri tí, staðfestir Hans Petter Eikesdal. Í Danmark eru útreiðslurnar til heilivág, sum sjúkrahúsini lata, hækkaðar 2, milliardir krónur síðani í 2007. Tað leggur trýst á sjúkrahúsini, og fleiri serfrøðingar ávara ímóti sparingunum sum vera settar í verk. Samstundis sigur varastjórin á sjúkrahúsinum í Herlev, Steen Werner Hansen, seg sakna politiska avgerð, sum kann steðga skjótt hækkandi prísunum. Í hópinum eru Høgni Eysturoy, B36, og Árni Frederiksberg, NSÍ. Báðir hava spælt fyri U 21 landsliðið, men hetta er fyrstu ferð, at teir eru á A landsliðnum. Tá Føroyar spældu ímóti Rumenia í mars mánaði vóru Fróði Benjaminsen og Hallur Hansson ikki tøkir, men teir eru nú aftur við í hópinum. Tað er av týdningi fyri okkum, at viðkomandi kann halda fram við kósini, sum vit hava sett fyri tveimum árum síðani, og at viðkomandi kann menna felagið, segði hann við útvarpið í apríl. Funnist hevur verið at, at eingi krøv til førleikar standa í starvslýsingini, men til tað sigur nevndarformaðurin, at áhugað kundu seta seg í samband við Atlantsflog, so høvdu tey fingið fleiri síður við nágreiniligari lýsing av krøvunum til starvið. Umframt at Niels Uni Dam sigur sína hugsan, verða fleiri sangir á fløguni spældir í sendingini, so lurtarin eisini kann gera sína egnu meting um útgávuna. Uppgerð, sum danska hagstovan hevur gjørt, vísur, at fyri hvønn tíggjunda býráðssess situr ein kvinna, í Fólkatinginum sita fýra kvinnur fyri hvørja 10 sessir. At vegurin til parlamentariska javnstøðu er drúgvur sæst eisini í søguliga perspektivinum.F rá at kvinnur við Grundlógarrevisjónini í 1915 kundu velja og veljast, skuldu 30 ár ganga, áðrenn kvinnur av álvara fingu sess í Fólkatinginum. Tað eru tveir mánaðir síðani at Henrik tók rusk upp á rossagøtuni omanfyri Hotel Føroyar. Hann ásannaði at meira enn tann ein litursposin varð fullur av ruski í morgun. Tað sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Føroyar Lærarafelag, sum í farnu viku fannst at skúlasamanleggingunum bæði í Havn og í Klaksvík. Atfinningarnar fingu Bjørn Kalsø landsstýrismann og Johan L tzen, formann í Trivnaðarnevndini í Klaksvíkar býráðið, at ressast við og vísa atfinningunum aftur. Og Herálvur Jacobsen sigur nú, at atfinningarnar serliga vóru vendar ímóti skúlasamanleggingini av Venjinarskúlanum og Kommunuskúlanum í Havn. Elmar í Frammistovu, sum verður liðugur í 9. flokki og fer á tekniskan studentaskúla í Klaksvík eftir summarfrítíðina, hevur verið einsamallur næmingur á Kirkju flestu árini. Elmar sigur, at tað hevur verið ein stórur fyrimunur fyri seg, at lærarin hevur havt alla tíðina til sín. Vandin er sjálvsagt, at hann kanska verður ov einsamallur. Men tá tørvur er á tí, tosar hann við aðrar næmingar á Skype. Elmar er eisini dagliga í kirkjuni á Kirkju og greiðir ferðafólkum frá søguni hjá kirkjuni, sum hevur forvitnisliga altartalvu eftir S.J. Mikines. Jóannes Christiansen, sum stýrir elverkinum í oynni og eisini er avgreiðslumaður hjá Strandferðsluni, greiðir frá ymiskum viðurskiftum á Kirkju. Hann sigur, at síðani Ritan kom at sigla, hevur oyggin fingið so gott sjóvegis samband sum hon kann hava. Kortini hevði oyggin í februar í fjør einki ferðasamband við umheimin í heilar 22 dagar. Hetta er tað mesta, hann veit um at siga. Jóannes Christiansen er 67 ára gamal og minnist, at eini 100 fólk búðu á Kirkju. Nú eru tey úr átta upp í 12 og onkuntíð 14 um veturin. Talið kemur heilt niður í fýra fólk. Amalia í Frammistovu, sum hevur Ból og Bita í gomlu lærarahúsunum sunnast í bygdini, skipar eisini fyri túrum fyri størri ferðaløgum við ferðaleiðara runt alla oynna. Amalia sigur, at nógv ferðafólk vitja bæði Fugloynna og Svínoynna sama dag. Amalia er er ein ógviliga sentralur persónur á Kirkju og í Fugloy. Hon er millum annað eisini borgarstjóri fyri Fugloyar Kommunu, leiðari á tyrlupallinum á Kirkju og forkvinna í kirkjuráðnum. Skattaprosentið í Fugloyar Kommuna er 16, og tað er eitt tað lægsta í landinum. Tað hevur borið í sær, at summir fugloyingar, ið búgva aðra staðni, eru framvegis borgarar í Fugloyar Kommunu. Amalia sigur, at tað er ógjørligt at hava starv aðra staðni og búgva í Fugloy. Tí er neyðugt, at hesir borgarar eisini hava bústað aðra staðni. Ein ung kvinna, Svanhild Christiansen, hevur latið upp summarhandil í einum gomlum og hugnaligum handli í bygdini. Hon royndi tað fyrstu ferð í fjørsummar, og hevur opið aftur í summar. Svanhild letur hampiliga væl at undirtøkuni. Umframt vanligar matvørur, selur Svanhild ymisk pløgg, sum hon og systirin hava bundið. Hanus Egholm, sum er hálvur fugloyingur, setir gomlu húsini hjá ommuni og abbanum í stand. Hann leggur dent á, at fáa alt tað gamla fram aftur. Klaksvíkingurin, Kristian Christiansen, sum er hálvur fugloyingur, hevur saman við øðrum roynt at nøra um haruna í oynni. Hann hevur fingið harur ymsa staðni frá úr landinum og slept tær upp í Fugloy. Hetta hevur givið úrslit, tí nú er nógv hara at síggja. Búgvi Matras Kristiansen, sum hevur verið nógv á Kirkju í uppvøkstrinum, byggir sær og foreldrunum eini nýggj sethús á Kirkju. Ymisk fólk hava tikið eina hond í við honum, og beint nú er tað vinmaðurin Filip Smith Hammer úr Hovi, sum hjálpir honum. Hesi seinastu árini hevur Búgvi verið á Kirkju umleið helvtina av árinum. Nú ætlar hann sær at flyta út á Kirkju at búgva. Hann er programmørur og kann eins væl arbeiða her, sum á meginøkinum. Tá Fíggjarligt Støðufesti yvirtók kollsiglda Eik Banka í 2010, setti Fíggjarligt Støðufesti tvær milliardir krónur í bankan. Seinni vórðu 70 prosent av Eik seld TF Holding fyri tilsamans 572 milliónir krónur Síðani hevur gingið væl í bankanum, Eik hevði góðar 100 milliónir krónur í avlopi í fjør, men aðalfundinum í apríl ár varð samtykt, at vinningsbýtið fyri í fjør skal verða 60 milliónir krónur Tað er er nógv minni, enn Fíggjarligt Støðufesti hevði væntað, sigur Henrik Bjerre Nielsen, stjóri í Fíggjarligum Støðufesti, við Berlingske Business. Vit royna at sleppa av við okkara part í bankanum, og vit vilja hava nakað av peninginum, sum vit settu í Eik, aftur. Tí halda vit, at tey hevði verið eitt gott hugskot, at vit fáa størri vinningsbýti, enn bankin ætlar, sigur hann við Berlingske Business. Fær Fíggjarligt Støðufesti millum 250 og 300 milliónir krónur fyri síni 30 prosent, hevur Eik Banki kostað Fíggjarligum Støðufesti í minsta lagi 1,1 milliard krónur Gunnar Liða, nevndarformaður í TF Holding, sum eisini er nevndarlimur í Eik Banka, sigur við Berlingske Business, at nevndin heldur tað vera ráðiligt at gjalda 60 milliónir krónur í vinningsbýti. Nevndarformaðurin í Eik, Torben Nielsen, vil ikki siga, um 60 milliónir er rætta upphæddin at rinda í vinningsbýti. Hann sigur, at hann sum nevndarformaður hevur roynt at finna eina loysn, sum aðalfundurin kundi taka undir við. Tað hevur ikki gingið væl hjá AB í landskappingini í ár. Felagið hevur sjey stig fyri fjúrtan dystir. Í dag kom avleiðingin. Venjarin, Oddbjørn Joensen, er uppsagdur. Felagið hevur longu sett nýggjan venjara. Sámal Erik Hentze, sum er væl kendur í felagnum, tekur við. Sámal Erik Hentze bleiv í fjør føroyameistari við B36, men valdi ikki at halda fram í ár, tí hann var ov upptikin í sínari fyritøku. Formaðurin í FC Argjum, Sjúrður Olsen, sigur, at tað er í semju við Oddbjørn Joensen, at samstarvið nú endar. Tað er neyðugt at gera okkurt serstakt fyri at venda gongdini, sigur Sjúrður Olsen. Í 11 ár hevur Eydna Skaale virkað í føroyska fjølmiðlaheiminum. Seinast sum redaktørur á Vikuskiftisblaðnum hjá Sosialinum og so hevur hon eisini verið at sæð i sjónvarpinum hvørt fríggjakvøld í sendingini Føroyaportalurin. Eydna Skaale hevur eisini egna fyritøku, Retorika. Eydna verður í blaðstjórastarvinum á Kvinnu til september 2016, tá Siri kemur aftur í starvi. Tíðindaskrivið er eitt aftursvar til Axel Hansen úr Fiskimannafelagnum, sum í gjár skrivaði, at aspirantútbúgvingin við 12 mánaðar praktikk tíð er ein skandala og at praktikk tíðin als ikki er nøktandi. Ein verulig sjóvinnuútbúgving krevur nógv longri praktiktíð royndartíð enn skúlagongd, um hon skal vera effektiv, skrivaði Axel Hansen, stjórnarlimur í Fiskimannafelagnum, á heimasíðu felagsins. Ger soleiðis í útlondum Landsstýrismaðurin í Mentamálum sigur, at flestu øll lond, sum bjóða út maritimar útbúgvingar, hava sonevndar aspirantskipanir har lesandi skifta ímillum skúla og sjólívið. Sáttmáli krevst millum næming, skúla og reiðarí um starvsvenjing, og næmingarnir fáa bæði prógv og vinnubræv, tá útbúgvingin er liðug. Tað er tí ilt at skilja, hví røddir úr Føroya Fiskimannafelag finnast hvassliga at einari føroyskari aspirantskipan, har lesandi fáa høvi at ganga í føroyskum sjómansskúla og fara í starvsvenjing umborð á føroyskum ella útlendskum skipum. Talan kann vera bæði um skip í altjóða sigling og fiskiskip, sigur Bjørn Kalsø. Føroyska aspirantskipanin byrjar sum ein royndarskipan, ið verður eftirmett um eitt ár. Skipanin er gjørd við fyrimynd úr grannalondunum, og lýkur øll altjóða krøv hjá IMO, um fakliga støðið, skeið og siglingstíð. Men skipanin verður í fyrsta umfari royndarkoyrd, so til ber at gera tillagingar í útbúgvingini, um neyðugt, sigur landsstýrismaðurin í mentamálum. Tað fer framhaldandi at bera til at lesa til skipara, skipsførara, maskinist og maskinmeistara eftir teimum útbúgvingarskipanum, sum eru í dag. Hesar virka sera væl og verða tí ikki broyttar. Aspirantskipanin kemur tí ikki ístaðin fyri verandi útbúgvingar í maritimu skúlunum, men hon verður eitt tilboð afturat, sum fer at geva fleiri ungum møguleika at útbúgva seg í Føroyum eru boðini úr Mentamálaráðnum. Eisini síggja vit fleiri útlendsk ferðafólk. Tað er avgerandi fyri framhaldandi vøkstur á flogvøllinum, tí mark er fyri, hvussu nógv føroyingar kunnu ferðast, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri í P f Vága Floghavn. Kanningin vísir samstundis, at reyði blokkurin hevur støðuga framgongd, og kanningin í morgun vísir, at teir flokkarnir hava eina framgongd uppá 0,4 prosentstig í mun til kanningarnar í gjár. Tá talan er um tinglimir, so er støðan óbroytt í mun til í gjár, blái vongurin hevði fingið 90 tinglimir og reyði vongurin 85 tinglimir, um val var nú. Norska lønarnevndin hevur avgjørt, eftir kravi frá fakfelagnum hjá teimum, sum arbeiða í marvøruvinnuni, at minstalønin er galdandi fyri øll, sum arbeiða á fiskavirkjum, skrivar Kystmagasinet. Og limaskapur í eitt nú Sea Shepherd er ikki ein saklig grund fyri at nokta fólk atgongd til eitt nú almenn wc, siga embætismenninir hjá Kommunufelagnum. Vápnahvíldin sum varð gjørd í februar, verður brotin í heilum, og skotið verður eftir økjum, har sivilfólk búgva, stendur í nýggjastu frágreiðingini hjá ST. Flóttafólk í egnum landi Fyrrverandi forsetin í Ukraina, Viktor Jusjtsjenko, segði herfyri við norsku tíðindastovuna, NTB, at minst 10.000 fólk hava latið lív í krígnum. Í frágreiðingini hjá ST verður sagt, at fimm milliónir fólk eru merkt av krígnum, og at 1,2 milliónir fólk eru flóttafólk í egnum landi. Eftir stjórnarskiftið í Kiev í fjør, tóku russiskt sinnaðar deildir valdið í eystara partinum av landinum, og deildirnar hava ræðið á landspørtunum Luhansk og Donetsk. Umframt at kunnað um oynna og ferðavinnumøguleikarnar har, ætlar nýstovnaða felagið at arbeiða fyri, at fleiri túrar verða sigldir út í oynna, at bøtt verður um bussambandið í oynni, og at fleiri campingøkið verða gjørd. Kópakonan dregur fólk í oynna Tøl frá Strandfaraskip Landsins vísa, at fleiri ferðast við Sam í Kalsoynna. Um fyrstu fýra mánaðirnir í ár verða samanbornir við í fjør, so hava umleið 1800 fleiri ferðafólk siglt um fjørðin. Nógvir føroyingar ferðast í oynna, serliga eru tað arbeiðspláss, sum skipað fyri starvsfólkaútferðum í oynna, sigur Olivur Thomsen. Jóhanna á Bergi er 44 ára gomul, og hon hevur drúgvar royndir í leiðslu og nevndararbeiði. Seinastu níggju árini hevur hon verið stjóri á Faroe Ship. Hon hevur leiðsluútbúgving frá Robert Gordon University í Skotlandi, og harumframt er hon útbúgvin innan sølu og marknaðarføring á Danska Eksportskúlanum. Jóhanna á Bergi hevur áður verið sølustjóri hjá JFK í átta ár, og eitt skifti var hon søluleiðari hjá Fiskasøluni niðri í Fraklandi. Umframt leiðarastørv hevur hon í nógv ár havt ymiskar nevndarsessir. Vit hava í Jóhonnu á Bergi funnið rætta stjóran at halda fram á settu kósini hjá Atlantic Airways, sum nevndin saman við Jørgen Holme og starvsfólkunum hevur tilevnað og sett í verk, síðani stjóraskiftið fyri hálvum øðrum ári síðani, tá ið Jørgen Holme var settur fyribilsstjóri. Jóhanna á Bergi hevur hollar leiðsluroyndir, og hon hevur røttu førleikarnar bæði innan sølu, leiðslu og búskap, staðfestir Niels Mortensen, nevndarformaður, í tíðindaskrivi. Jørgen Holme tók í november 2013 fyribils við stjórastarvinum í Atlantic Airways í einum skiftistíðarskeiði, sum í mesta lagi skuldi vara tvey ár. Hann heldur fram sum stjóri, til Jóhanna á Bergi hevur sett seg í stjórasessin í seinasta lagi 1. september. Eg gleði meg almikið at tæna føroyingum og føroyska samfelagnum sum stjóri í tjóðarflogfelagnum. Atlantic Airways hevur so sera týðandi leiklut í gerandisdegnum hjá okkum øllum, og eg vil gera mítt ítasta at víðarimenna flogfelagið okkum øllum at gagni, sigur Jóhanna á Bergi, komandi stjóri í Atlantic Airways. Føroya Óðalsfelag er farið at ferðast kring landið, har kunnað verður um felagið og kjakast verður um viðurskifti, sum hava áhuga hjá óðalsmonnum. Um vikuskiftið vóru tey í Klaksvík og kunnaðu um felagið. Óðalsmenn óttast fyri, at gamli siðurin, at fletta heima við hús og hanga upp í egnum hjallið, fer at detta burtur. Tí sjálvt um nýggja matvørulógin sigur, at bert kjøt sum skal seljast í handli, skal hagreiðast á góðkendum sláturvirkið, so er hetta bara byrjanin. Í fyrsta umfari verður tað ein partur av Havnini, ein partur av Skálafjørðinum og í Klaksvík, sum fær ágóðan av nýggju 4G tøknini. Nær alt netið hjá Vodafone kann nýta 4G, er enn óvist, men arbeitt verður við málinum. Í hesum 11. parti hoyra vit um, hvussu Gamow og Alpher rokna kjarnasamruna í Big Bang. Teir vísa á, at við Big Bang ástøðinum sum grundarlagi ber til at skilja lutfalsliga býtið millum hydrogen og helium, og hví hesi bæði lættastu grundevnini eru meginparturin av øllum grundevnum í alheiminum. Eisini verður greitt frá, tá teir sonevndu skorsteinarnir á djúphavsbotninum verða ávístir í 1977. Granskarar eru kløkkir, tá ið eitt yðjandi lív verður ávíst í hesum heita, eitrandi umhvørvinum, har einki sólarljós er. Fred Hoyle, sum var fremsti forsprákari fyri kolldømda Steady State ástøðinum, er fyrstur at siga orðið Big Bang í eini útvarpssending hjá BBC í 1949. Hann loysir harumframt gátuna, hvussu tungu grundevnini kunnu verða gjørd í stjørnunum. Eftir seinna heimsbardaga verður radiostjørnufrøðin ment. Jansky varnaðist radiogeisling úr rúmdini longu í 1931, og radiobylgjur kunnu fara ígjøgnum dustskíggj og avdúka slíkt, sum ikki sæst í kikara. Og radiogeisling kemur úr bæði stjørnum, svørtum holum og gassskýggjum. Og grundevnið hydrogen, sum mest er til av, geislar við heilt ávísari aldulongd. Hetta er sonevnda 21 cm geislingin. Í sambandi við sólarmyrkingina, ið er 20. mars í 2015, senda vit bókina Rúmdin almenn stjørnufrøði, sum Pól Jespersen hevur skrivað. Nám gav bókina út í 2012. Pól Jespersen lesur sjálvur og tillagar tekstin til upplestur. Birgar Johannessen í Havn, hevur gjørt eitt vakurt modell av Tinganesi og Reyni í Havn í støddini 1 100. Morgunsendingin, Góðan morgun, Føroyar hevur vitjað Birgar Johannessen Saga Pearl 2 kom inn á Tvøroyri í dag við 400 ferðafólkum, og hósdagin kemur Silver Eksplorer við 100 ferðafólkum. Fleiri skipa koma ikki til Tvøroyrar í summar. 12 skip koma til Norðhavnina í Ánunum. Fyrsta skipið kom í gjár, Saga Pearl, sum tekur 600 ferðafólk. Næsta vitjan verður 3. juli, tá Deutchland kemur við 520 ferðafólkum. Størsta skipið, sum leggur at í Norðhavnini í summar er Celebrity Eclips, sum tekur 2.850 ferðafólk umframt manningina, 1271. Tað kemur 4. juli. Tórshavnar havn fær 54 vitjanir í summar og higartil í summar hava 10 skip verið. Í morgin kemur Silver Explorer við góðum 100 ferðafólkum. Størsta ferðamannaskipið, sum kemur inn á Havnina er Costa Fortuna, sum tekur 2.720 ferðafólk, Og manningin telur 1.027. Fýra skip skulu inn á Oyrareingin at liggja og eitt inn á Kollafjørð, stendur í yvirliti hjá Tórshavnar Havn. Seinasta ferðamannaskip í ár kemur 1. oktober, tað er Sea Spirit, við góðum 100 ferðafólkum. Brandur Sandoy, borgarstjóri, sigur, at biðað verður við avgerðini til Kommunufelagið og Kommunala eftirlitið hava sagt, hvat tey halda um tær kommunur, sum nokta Sea Shepherd at brúka kommunalar tænastur. Brandur Sandoy sigur, at á bygdarráðsfundinum hósdagin kom minnilutin við uppskoti um at nokta Sea Shepherd at brúka havnina á Sandi. Men tað vann ikki frama. Landsstýriskvinnan í kommunumálum heldur, at borgarstjórar hava nú so nógv at gera, at ikki ber til hjá teimum at vera í løgtinginum eisini. Tá hon í vár frætti, hvussu nógvir borgarstjórar ætla at stilla upp til løgtingsvalið seinni í ár, avgjørdi hon at gera uppskot um broyting í kommunustýrislógini, so fólk ikki kunnu vera borgarstjóri og løgtingslimur samstundis. Lars Olsen er 54 ára gamal. Hann tók við sum venjari hjá føroyska landsliðnum í 2011, og nú um dagarnar longdi hann sáttmálan við FSF í fýra ár aftrat. Venjarayrkisleiðin byrjaði í Randers í 2003. Við honum á odda spældi liðið seg upp í bestu deildinu superliguna. Í 2006 vann Randers donsku steypakappingina, og sama ár var Lars Olsen kosin ársins fótbóltsvenjari í Danmark. Árini frá 2007 til 2010 stjórnaði Lars Olsen Odense felagnum OB í fremstu donsku deildini. Lars Olsen er annars best kendur sum spælari. Lars Olsen var liðskipari og verjuskanski á frálíka Brøndby liðnum seinnu 80 árini. Við teimum vann hann danska meistaraheitið seks ferðir. Í 1988 var Lars Olsen kosin ársins spælari í Danmark. Lars Olsen spældi í alt 84 dystir á danska landsliðnum frá 1986 til 1996 69 ferðir sum liðskipari, og tað er met. Glæsiligasta løtan var EM sigurin í 1992. Í nøkur ár spældi Lars Olsen sum yrkisspælari uttanlands eitt ár var hann í Trabzonspor í Turkalandi og vann steypakappingina í 1992. Seinni var hann nøkur ár í Sveis, fyrst Seraing og seinni í Basel. Lars Olsen er føddur og uppvaksin í Glostrup í vesturútryðjuni í Keypmannahavn. Hann er gestur í Stafettini hesaferð. Í Brunsj geiðir Siri millum annað frá síni bakgrund og síni útbúgving. Eisini verður prátað um áhugan fyri bæði móta, tónleiki og sangi. Eitt tað mesta sum eg veit um, vóru eini 35000 lomvigaregg rænd tað eina árið, sigur Tummas Frank. Men hann heldur ikki, at tað er orsaka av ræningini, at fuglurin er minkaður í oynni, men heldur tað, at føðin hevur svikið. Skúgvur tekur eini 200 lundar um dagin, men teir eru ein nattúrligur partur av oynni, sigur Tummas Frank, so hann heldur ikki at rovfuglurin er orsøkin til minkingina. Lomvigaregg var ein vanligur partur av húsarhaldinum í Skúvoy fyrr. Eggini vóru saltaði í tunnur og hildu sær í ein heilan vetur. So tey sum høvdu nokk av eggum, høvdu egg til húsarhaldið alt árið. Vanligt var, at kvinnurnar høvdu bakað pannukøkur av lomvigareggum frá árinum fyri, at geva monnunum tá ið teir komu aftur frá ræningini, sigur Tummas Frank. Yvirfriðingarnevndin gav í fjørsummar kommununi grønt ljós at arbeiða víðari við útbyggingarætlanini. Nú ein byggisamtykt liggur á borðinum fer Yvirfriðingarnevndin aftur at viðgera málið. Sambært Henrik Møller verður ein avgerð væntandi tikin í hesum mánaðinum. Í síðsta enda verður tað Almannamálaráðið, sum skal góðkenna broyttu byggisamtyktina fyri økið, har Tórshavnar Havn skal byggjast út. Av teimum fimm løgtingsfólkunum hjá Javnaðarflokkinum stilla øll upp uttan Kristin Michelsen. Fremsta valevni floksins er Sjúrður Skaale. Og trý av valevnunum til fólkatingssessirnar ætla sær at nýta støðuna, og seta krøv til komandi stjórnina. Tað siga Sjúrður Skaale, Edmund Joensen og Høgni Hoydal, fólkatingsvalevni. Seinasta veljarakanningin í Føroyum um fólkatingsvalið, gjørdi Fynd fyri Sosialin síðst í apríl. Hon vísti, at hevði fólkatingsval verið tá, fekk Javnaðarflokkurin 28,8 prosent av atkvøðunum, Sambandsflokkurin 26,9 prosent, Fólkaflokkurin 17,4 prosent og Tjóðveldi 17, 2 prosent av atkvøðunum. Skuld og hall Meginparturin av peninginum skal nýtast til at rinda skuld aftur, ið fellur til gjaldingar í juni 2015 og til at fíggja hall á fíggjarlógini í 2015. Fígging Landsins á Gjaldstovuni og Nordea Bank hava fyrireikað lántøkuna og Nordea hevur selt lánsbrøv uttanlands. BankNordik, Eik Banki og Norðoyar Sparikassi hava havt søluna um hendi í Føroyum. Tað merkir, at fremur Hans Jørgen Djurhuus ikki líknandi lógarbrot næsta árið, verður hann ikki revsaður fyri harðskapin, hann í dag er dømdur fyri. Ger Hans Jørgen Djurhuus hinvegin okkurt líknandi næsta árið og verður revsaður fyri tað, verður hendingin, hann nú er dømdur fyri, møguliga løgd aftrat og revsingin kann tí blíva harðari, enn hon annars hevði verið. Tað var í venjingardysti tann 20. januar millum HB og V king, at Hans Jørgen Djurhuus breyt nøsina á Poul Ingasyni, tá Hans Jørgen Djurhuus, sambært dóminum, slóg við knýttum neva. Fótbóltssambandið hevur sagt, at tey ikki hava slept málinum, men hava bíðað eftir einum dómi. Nú eru boðini, at tey taka málið upp á starvsnevndarfundi í næstu viku. Erla Maria Skovlund hugsaði seg ikki um leingi, tá hon fekk fyrispurningin frá fyriskiparanum í Miss Universe Danmark. Hann hevði sæð heimasíðuna hjá Silvursnið, sum Erla Maria eigur og rekur.Hann vildi hava Erlu Mariu at sniðgeva og gera bæði krúnuna og tiaruna til Miss Universe Føroyar. Men slatur gongur skjótt, og stutt eftir fyrispurningin í Danmark, so hevði norki fyriskiparin eisini spurt seg fyri hjá Silvursnið. Erla Maria tók eisini av tí møguleikanum. Bæði danska og norska kravið til Silvursnið er, at sniðgevingin skal vera norðurlendsk og gamla norðurlendska søgan skal síggjast aftur. Hoyr samrøðuna við Erlu Mariu Skovlund omanfyri. 79 ára gamli maðurin hevur sitið síðani 1998, tá víst var á hann at taka við eftir Joao Havelange, og fríggjadagin vann hann á Prins Ali úr Jordan. Mikudagin 27. mai handtók sveisiska løgreglan níggju leiðarar innan fótbólt, tá teir vóru í Z rich í Sveis í sambandi við FIFA ráðstevnuna. Jeffrey Webb, Eugenio Figueredo, Jack Warner, Eduardo Li, Julio Rocha, Costas Takkas, Rafael Esquivel, Jos Maria Marin og Nicolás Leoz eru skuldsettir fyri millum annað mutur, hvítvasking og penganoyðslu í sambandi við umsóknir um HM, marknaðavtalur og sjónvarpsrættindi. Týsdagin gjørdist greitt, at aðalskrivarin hjá Blatter, Jerome Valcke, er settur í samband við miljónaútgjalding stutt fyri HM í Suðurafrika í 2010, og fleiri amerikanskir fjølmiðlar skrivaðu týskvøldið, at FBI eisini kannar Blatter í sambandi við mutur. Blatter verður tó sitandi sum FIFA forseti til eftirmaðurin er valdur. Tað er enn ógreitt, nær tað verður, men tað er ikki ósannlíkt, at tað verður í desember við eyka forsetavali. Hann var einasta mótvalevni hjá Joseph Blatter á forsetavalinum fríggjadagin, og meginparturin av evropisku londunum atkvøddu fyri honum. Men Blatter vann á Ali prinsi longu í fyrsta umfari, og tók seg síðani aftur sum valevni. Hann er í dag varaforseti í asiatiska fótbóltssamgonguni, og hevur sagt, at hann ætlar at broyta FIFA. Fyrsta avbjóðing hansara er, at hann verður hildin at vera Evropa vinarligur. Hann kann hava ilt við at fáa stuðul frá arabisku londinum, um eitt mótvalevni verður úr Asia, sum eitt nú Ahmad al Fahad al Sabah sjeikur úr Kuveit. UEFA forsetin segði stutt eftir FIFA handtøkurnar í sístu viku, at Evropa fór at umhugsa at taka seg úr FIFA, um Blatter varð afturvaldur, og hann skal eisini fyrr hava biðið Blatter um at leggja frá sær. Platini hevur stundum verið tætt knýttur at Blatter, og tað kann verða honum til bága. Hann atkvøddi fyri HM í Katar í 2022. Nývaldi limurin í aðalstjórnini í FIFA, stýrislimur í bretska fótbóltssambandinum og fyrrverand forstjóri í Manchester United. Hann segði stutt fyri forsetavalið, at hann fór at siga frá sær sessin í aðalstjórnini, um Blatter varð valdur forseti. Sum breti, verður tað helst trupult hjá honum at fáa londum, sum siga, at Evropa bara hugsar um egin áhugamál. Fyrrverandi stjørnuleikarin var mótvalevni móti Blatter, men tók seg aftur tvær vikur undan valinum. Hann var sera atfinningarsamur undir valstríðnum. Hevur verið limur í IOC síðani 2009, og gjørdist fyrsta kvinna í aðalstjórnini hjá FIFA í 2013. Var frá 2004 til 2013 forseti fyri fótbóltssambandinum í Burundi. Sjeikurin úr grannalandinum hjá Katar, Barein, er forseti í asiatiska fótbóltssambandinum, og er mætur maður innan fótbóltin. Hann skal hava verið týdningarmikil viðspælari hjá Blatter undan forsetavalinum í síðstu viku. Hann fær neyvan stuðul úr Evropa, men tað fekk Blatter heldur ikki. Var eisini mótstøðuvalevni móti Joseph Blatter, men tók seg aftur, samstundis sum Figo. Hann er fyrrverandi nevndarformaður í Ajax. Forseti fyri fótbóltssambandinum í Honduras, varð nýliga tilnevndur forseti fyri Norður Miðamerikanska forbóltssambandinum, CONCACAF, eftir at fyrrverandi CONCACAF forsetin og FIFA forsetin, Jeffery Webb vórðu handtiknir. Hann verður nógv at síggja í sambandi við HM í fótbólti fyri kvinnur í Kanada og Copa America. Onnur í uppskoti eru Senes Erzik, forseti fyri turkiska fótbóltssambandinum, Ted Howard, aðalskrivari í CONCACAF, J r me Champagne, Ahmad al Fahad al Sabah, limur í aðalstjórnini hjá FIFA, og Issa Hayatou, forseti fyri afrikanska fótbóltssambandinum New York Times, tíðindastovan Reuters og amerikanska sjónvarpsstøðin ABS News hava tosað fleiri keldur, sum vátta tíðindini. Men allar keldurnar vilja vera ónevndar. Ein talsmaður fyri FBI vil ikki gera viðmerkingar. Samveldisløgreglan skipaði fyri kanningunum, sum endaðu við, at fýra leiðarar í FIFA vórðu tiknir á einum hotelli í Zurich dagarnar upp undir forsetavalið í FIFA í síðstu viku. Tað var táverandi leiðarin í fíggjarnevndini hjá FIFA, sum skipaði fyri, at 68 milliónir krónur vórðu goldnar, og tað varð gjørt í samsvari við galdandi reglur í fótbóltssamgonguni. New York Times, tíðindastovan Reuters og amerikanska sjónvarpsstøðin ABS News hava tosað fleiri keldur, sum vátta tíðindini. Men allar keldurnar vilja vera ónevndar. Ein talsmaður fyri FBI vil ikki gera viðmerkingar. Samveldisløgreglan skipaði fyri kanningunum, sum endaðu við, at fýra leiðarar í FIFA vórðu tiknir á einum hotelli í Zurich dagarnar upp undir forsetavalið í FIFA í síðstu viku. Tað var táverandi leiðarin í fíggjarnevndini hjá FIFA, sum skipaði fyri, at 68 milliónir krónur vórðu goldnar, og tað varð gjørt í samsvari við galdandi reglur í fótbóltssamgonguni. Fyri at broyta kunngerðina frá 1992 um møguleikan hjá fólki, sum ikki býr í Føroyum, at sleppa á vallista, krevst fyrst lógarbroyting. Annika Olsen svarar, at hon ætlar at broyta kunngerðina um upptøku á vallista av persónum, ið hava valrætt, hóast teir ikki hava tilhald í Føroyum, soleiðis eitur kunngerðin men fyri at broyta kunngerðina krevst fyrst heimild í vallógini. Og ta heimildina noyðist landsstýriskvinnan at biðja løgtingið um. Annika Olsen svarar ikki beinleiðis, men svarar, at skotbráið er ov stutt at gera føroysku stendistovurnar til valstað til løgtingsvalið í ár. Atgongumerkjasølan byrjaði hálvan mai. Landsdysturin millum Føroyar og Grikkaland byrjar klokkan trý korter til átta leygarkvøldið 13.juni. Fyrra dystin, sum var í Grikkalandi, vunnu Føroyar 1 0. Leiðslan í grønlendska flokkinum Siumut hevur fyrigivið Alequ Hammond, fyrrverandi landsstýrisforkvinnu, sum noyddist úr politikki í fjør heyst, tí hon hevði brúkt pengar úr landskassanum til egnar rokningar. Næstformaðurin í Siumut, Jørgen Wæver Johansen, sigur við grønlendska kringvarpið KNR, at leiðsla floksins hevur tikið Alequ Hammond til sín aftur, og hann leggur dent á, at Aleqa Hammond er ikki dømd fyri nakað. Og Siumut er ikki nakar dómstólur, sigur næstformaðurin. Fólkatalið í Grønlandi er harafturat so lítið, at skjótt verður trot á dugnaligum fólkum, um fólk, sum ikki er dømd, skulu útihýsast úr politikki, sigur Jørgen Wæver Johansen. Fýra fólk eru á listanum hjá Siumut. Doris Jakobsen, sum er í fólkatinginum nú, er ikki á listanum. Sambært danska netmiðlinum er Jóhanna á Bergi fyrsta kvinna, sum er forstjóri í einum norðurlendskum flogfelagi. Og kvinnur eru ikki vanligar á ovastu rók hjá flogfeløgum yvirhøvur. 252 flogfeløg eru í IATA, altjóða flogferðslufelagskapinum. Í bara 15 teirra eru kvinnur forstjórar, skrivar Standby. Sambært Standby er Jóhanna á Bergi fimta kvinnan, sum stýrir einum flogfelagi í Evropa. Hini feløgini eru EasyJet í Bretlandi, TUI Group í Týsklandi og tey bæði russisku feløgini Transaero Airlines og Yakutia Airlines. Báðir veingir fáa sambært kanningini 50 prosent av atkvøðunum. Hóast tað stendur á jøvnum í prosentum, fáa borgarligu flokkarnir 88 sessir og flokkarnir á reyða veingi 87. Ein onnur veljarakanning, sum Wilke stovnurin hevur gjørt, vísir, at 51,6 prosent av veljarunum høvdu atkvøtt fyri flokkunum á reyða veingi. Borgarligu flokkarnir høvdu sambært hesi kanningni fingið 48,4 prosent. Øll hava rætt til góð barnaár er verkætlan, har børn og ung kunnu tosa meira opið um tað at vaksa upp í einum heimi, har rúsdrekka er ella hevur verið til ampa fyri tey og trivnaðin í familjuni. Sig nei til rúsdrekka og narko er verkætlan í Ndjamena, høvuðsstaðnum í Kjad í Afrika. Hetta er trý ára verkætlan. Høvuðsendamálið er at minka um rúsdrekka og rúsevnamisnýtsluna millum ung í Ndjamena. Í tíðindakskrivi sigur Blái Krossur, at framvegis koma gávur inn, og tí kann endaliga upphæddin verður eitt sindur størri. 400 bússuberarar vóru kring landið, og Blái Krossur takkar fyri um góðu undirtøkuna. Við danska blaðið, JyllandsPosten, sigur Sjúrður Skaale, at gott hevði verið at kjakast um, um fýra limir úr Norðuratlantshavi í Fólkatinginum skulu verða við til at samtykkja lógir, sum als ikki viðkoma okkum. Tað eru grundleggjandi bara uttanríkis og verjupolitikkur, sum hevur týdning fyri norðuatlantisku fólkatingsumboðini, sigur Sjúrður Skaale. Í nógvum viðurskiftum virka vit langt uttanfyri grundlógina. Vit krevja skatt inn, vit hava egið undirstøðukervi og egna fólkakirkju, hóast grundlógin sigur, at fólkakirkjan skal hoyra undir danska statin, sigur Sjúrður Skaale. Granskarar frá lærdu háskúlunum í Keypmannahavn og í Aarhus siga við JyllandsPosten, at orsøk er til at endurskoða donsku grundlógina og sessirnar hjá Føroyum og Grønlandi í Fólkatinginum. Nevndin hevur skipað seg Tróndur Ellingsgaard, formaður, Birgit Siverten, næstformaður, Fróði Klein, Olgar S. Nielsen og Ingvar Hansen. Sambært tíðindaskrivi sigur Tróndur Ellingsgaard, nýggi formaðurin í Unga Sjálvstýri, at tey í nevndini halda hetta verða eina spennandi og mennandi avbjóðing at verða við til at hjálpa og menna Sjálvstýrisflokkin saman við leiðslu floksins. Gestur í útvarpsstovuni er Erling Poulsen. Í hansara ætt vóru og eru fleiri fólk, sum hava sæð óvanlig fyribrigdi Erling Poulsen sigur frá umhvørvinum, har hann varð føddur og søgunum, sum abbin og onnur søgdu frá. Nýggj kanning hjá danska brúkararáðnum Tænk vísir, at í fimtuhvørjari vøru til pinku og smábørn eru evni, sum eru undir illgruna fyri at órógva hormon javnvágina ella at elva til krabbamein. Tað er ræðandi, at vit hava kannað so nógvar ymiskar vørur til pinkubørn, og at vit ikki hava funnið ein einasta vørubólk, har foreldur kunnu vera vís í, at hormonórógvandi evni ikki eru í, sigur Anja Philip, forkvinna í Tænk, við dagblaðið við Informatión. Nógvar vísindaligar kanningar eru gjørdar, sum benda á, at hesi evnini órógva hormonjavnvágina, og tí eiga tey ikki at vera í nýtsluvørum og als ikki í vørum til pinkubørn, sigur hon. Tað er ikki í lagi, at sjúkrahús deildirnar, sum brúka dýra heilivágin, samstundis noyðast at siga fólki úr starvi, sigur Andreas Rudkjøbing, formaður í læknafelagnum við danska kringvarpið. Við avgerðarstovni fyri alt landið sleppa læknarnir undan at sita og meta um, hvørt einstaki sjúklingurin skal hava dýran heilivág ella ikki. Sitandi stjórn hevur boðað frá, at fíggjarliga sperdu sjúkrahúsini fara at fáa ein linna, tí 15 milliardir skulu játtast til heilsu og tey eldru til 2020. Hann fýlist á, at bæði vinstri og høgravongurin í Fólkatinginum vilja hava søguliga lágan útreiðsluvøkstur á heilsuøkinum komandi árini. Á seinasta samráðingarfundi um norðhavssild, sum var í januar, eydnaðist ikki strandarlondunum at semjast um býtið fyri 2015, og tí skipa londini fiskiskapin hvør í sínum lagi í ár. Noreg hevur formansskapin fyri samráðingunum um norðhavssild fyri 2016. Umframt tey fimm strandalondini er Grønland við á fundinum sum eygleiðaraland. Hugsar tú hvussu tað ber til at ein púra vanlig ítróttarhøll kann vera karmur um HM í estetiskum fimleiki. Guðrun Gudjónsson vísur okkum høllina, sum er karmur um HM í estetiskum fimleiki Kom við eina rundsýning Men í oktober í fjør boðaði Føroya Tele frá, at Farnetið hjá Føroya Tele er longu í stóran mun fyrireikað til 4G, og tí er uppgávan at uppstiga netið ikki so stór, sum hon annars kundi verið. Føroya Tele boðaði frá, at 4G LTE hjá Føroya Tele verður útbygt komandi árini, og at samlaða verkætlanin at útbyggja til alt landið verður heilt liðug í 2019. Samlaða íløgan verður góðar 40 milliónir krónur. Í Góðan Morgun Føroyar hjá Kringvarpinum varð í morgun, skipað fyri eini sending við Andras Joensen, bónda, sum frásøgumanni. Byrjað var Uppi á Grundum har Andras greiddi frá uppi við minnisvarðan fyri skalvalopini í 1745 og 1765. Heili 90 fólk høvdu leitað sær niðan í Gerðar saman við einum skúlaflokki, so sigast má at áhugin fyri frásøgnini og ferðini annars runt um í Gerðum var stórur í góðveðrinum. Minnisvarðin er reistur til minnis um skalvalopini sum bæði hendu á grækarismessu í 1745 og 1765. Við skalvinum reið hópur av gróti, eyri og mold oman á bøin. Ein fimtapartur av Gerðabø varð oyðilagdur. Av teimum 26 fólkunum, sum vórðu á báðum gørðunum, Norðistova og Niðristova doyðu 20 undir tekjum og veggjum, sum vóru kroyst niður av 4 metur tjúkka skalvinum av kava, gróti og eyri. Báðir bóndagarðarnir, Norðistova og Niðristova, hjallar, gróthús og fjós fóru í sor, og av 23 neytum doyðu 19. Eftir hetta fluttu tey, sum eftir vóru, longur oman í Gerðar. Húsini uppi á Grundum hava ikki veri serliga stór. Andras hevði lagt tummastokkin á ta einum grundina og mált húsabreiddina til at vera 2,4 metur ein byggiplátu í longd, sum í dag verða nýttar. So húsini hava ikki verið serliga rúmlig. Tann 12. mars 1945, á 200 ára degnum fyri fyrra skalvalopið í Gerðum, varð minnisvarði reistur Uppi á Grundum av ættarfólkum úr Gerðum til minnis um báðar vanlukkurnar í 1745 og 1765. Kanska kann sigast at grækarismessa hevur fylgt Gerðum við óhepni, tí á grækarismessu 1910 fórst Gerðabáturin við 6 monnum. Andras Joensen, sum er fróðarmaður og dugur væl at siga frá, hevði nógv ymiskt at fortelja, um hvussu tey búleikaðust í Gerðum í hansara uppvøkstri og fyri tað, um jarðarviðurskifti, seyðarakstur, staðarnøvn og annað Eisini varð gingið longur oman og út eftir gomlu gøtuni út á Norðoyri, við Hellisenda, har teir svumu nógv fyrr og har um leiðir. Ein frálíkur túrur í góðum veðri, sum heili 90 fólk høvdu leitað sær til. Hetta er met á slíkum ferðum, sigur Kringvarpið. Kelda Dávur Winther Myndir Dávur Winther Veðurskipanirnar við há og lágtrýstum háttaðu seg soleiðis, at tað var ofta høgætt í júst farna mánaði, og undantikið í einar 6 7 dagar, so var ættin ímillum útnyrðing og landnyrðing. Høgættir eru kaldar, og tær gera serliga nógv keðiligt um seg norðantil. Á heimasíðunu hjá DMI eru hagtøl at lesa. Tað ber til at lesa nógv tøl fyri Akraberg, Tórshavn og Vága floghavn tølini eru um um hita, avfall, lufttrýst, ættir og annað. Bera vit øll hesi tølini saman við tølini frá árunum 1961 til 1990, kunnu vit siga okkurt um veðrið í mai í ár og veðrið í mai øll árini aftur til ár 1998. Ættirnar skikka sær sær so ymiskt í bygdum og býum í Føroyum. Serliga eru tølini um hita og avfall so ymisk. Ættirnar kunnu vera ymiskar eisini, men munurin er sjáldan stórur, og bert ímeðan veðrið er við at broytast. Tí kunnu vit fyri fyrst taka ættina fyri mai mánaða í Tórshavn at vera tað sama sum fyri restina av landinum. Miðalhitin í mai 1961 1990 er 7 stig. Tey 18 árini síðan 1998 mai í ár taldur við hevur miðalhitin fyri mai verið oman fyri 7 stig 11 ferðir. Hini 7 árini er miðaltalið lægri enn 7 stig. Hetta er tøl fyri Havn. Heitasti mai mánaður síðan 1998 var í 2008. Tá var miðalhitin 8,8 stig. Í mai í 2008 var mai eitt sindur blandaður, hvat ættini viðvíkur. Byrjanin av mánaðinum var fyri tað mesta lágætt, men so komu nakrir dagar við kaldari høgætt. Lágættin kom tó aftur og otaði ta køldu høgættina burtur aftur. Men tað var eitt sindur aftur og fram við ættini. Sólin var frammi í 210 tímar í mai tað árið, og tað var samstundis tann sólríkasti mánaðurin í øllum árinum. Miðaltalið fyri ársins fimta mánað 1961 1990 er 124 tímar. So sólin var frammi í næstan tvífalt so langa tíð í mai í 2008. Tað regnaði ikki nógv hendan mánaðin, bert 21 mm borið saman við 70mm 1961 1990 . Mai í 2008 var sostatt heitur, sólin skein nógv, og so var hann sera turrur eisini. Kaldasti mai mánaður síðan 1998 var í 2005. Tríggjar fjórðingar av mánaðinum var ættin útnyrðingur ein fjórðing var ættin landnyrðingur. Miðalhitin var tí bert 5,7 stig tað er 0,5 stig lægri enn mai í ár, og tað er ikki so lítið. Sóltímarnir vóru tó fleiri enn normalt 152 tímar tað er 26 tímar meiri. Avfallið var beint undir normalinum í mai í 2005 63 mm í mun til 70 mm. So mai í 2005 var sera kaldur, hampuliga sólríkur og turrur við klárum lofti. Í mai í ár var miðalhitin 6,2 stig. Hetta eru 0,8 stig undir miðalhitanum 1961 1990 . Sólin var frammi í 151 tímar tað er 25 tímar fleiri enn 1961 1990. Næstan tað saman sum í 2005. Avfallið hevur verið 139 mm í mun til 70 mm 1961 1990 tað er nærum 100 meiri avfall en 1961 1990 So mai í ár var nakað kaldur, sólin skein eitt sindur og avfallið var ógvuliga nógv. Eftir mai kemur juni. Taka vit fyrst 2005, tá ið mai var so keðiligur, so gjørdist juni tað árið eitt lítið sindur heitari enn normalt 1961 1990 , og restin av árinum eitt fit petti oman fyri miðalhitan. Í 2008, tá ið mai mánaður er tann besti síðan 1998, gjørdist alt árið eitt sindur heitari enn normalt oktober tó undantikin. Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, hevur avgjørt, at Studentaskúlin og HF skeiðið í Eysturoy, Handilsskúlin á Kambsdali, sum nú er ein deild hjá Føroya Handilsskúla í Havn, og HF deildin í Klaksvík skulu undir eina leiðslu næsta skúlaár, sum byrjar um minni enn tveir mánaðir. Arbeiðið kostar 31 milliónir krónur Fyri tær fær skúlin millum annað átta skúlastovur afturat, høli til lærarafyrireiking, bókasavn, bólkarúm og høli til umsitingina. Skansabryggjan í Havn fer at kosta hálvt annað hundrað milliónir krónur meira enn sagt varð, tá ætlanin um stóru havnarútbyggingina varð kunngjørd á tíðindafundi fyri tveimum árum síðani. Tá varð sagt, at útbyggingin fór at kosta 350 milliónir krónur Nýggj kostnaðarmeting sigur, at útbyggingin fer at kosta knappliga 500 milliónir krónur. Í sendingini segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at kannað verður, um til ber at skera verkætlanina til, so hon ikki fer at kosta so nógv. Broytingarnar, sum býráðið hevur samtytk, hava ligið alment frammi. Freistin er farin, og býráðið fekk 16 viðmerkingar, mótmæli og broytingaruppskot. Yvirfriðingarnevndin skal góðkenna verkætlanina. Nevndin hevur fund síðst í juni. Verður avgerðin um Skansabryggjuna ikki tikin tá, kemur hon ikki fyrr enn eftir summarfrítíðina, segði Henrik Møller, sorinskrivari og formaður í Yvirfriðingarnevndini, í Radaranum. Jógvan Philbrow, formaður í Pedagofelagnum, sigur, at felagið umboðar ein hin størsta starvsfólkabólkin í landinum, men lønin samsvarar verri enn so við ábyrgd og krøv. Jógvan Philbrow vil hava eina lønarnýskipan fyri øll starvsøki hjá limunum í Pedagogfelagnum. Hann vísir á, at tímalønum hjá einum námsfrøðiligum hjálparfólki er lægri enn tímalønin hjá ófaklærdum arbeiðsfólki. Onnur mál, sum Pedagogfelagið fer at raðfesta í sáttmálasamráðingunum, eru sálarligt arbeiðsumhvørvi, eldapolitikkur og ynski hjá limum um meiri skipað viðurskifti, tá ræður um at betra samstarvið á stovnunum. Chuck Blazer, sum var nevndarlimur í FIFA frá 1996 til 2013, hevur viðgingið fyri amerikanskum myndugleikum, at hann og aðrir nevndarlimir tóku ímóti mutri, tá Frakland fekk heimsmeistarakappingina í fótbólti í 1998 og Suðurafrika í 2010. Chuck Blazer hevur sagt, at hann og aðrir nevndarlimir í 1992 góðtóku at taka ímóti mutri í sambandi við heimsmeistarkappingina í fótbólti í 1998. Frá 1990 til 2011 var Blazer aðalskrivari í norður og miðamerikansku fótbóltssamgonguni. Heimsmeistarakappingin var í Fraklandi í 1998, og í 2010 var hon í Suðurafrika. Samstarvið bar millum annað í sær, at Blazer skuldi vera loyniligur agentur hjá amerikansku myndugleikunum undir olympisku leikunum í London, og har hevði hann fleiri fundir við umboð fyri FIFA, Í síðstu viku vórðu fleiri fólk, sum hava samband við FIFA, tikin í Zurich í Sveis, har altjóða fótbóltssamgongan hevði ráðstevnu. Sepp Blatter varð valdur aftur til forseta í FIFA, men í kjalarvørrinum av tí, sum nú er komið undan kavi, hevur hann boðað, at fer at leggja frá sær. Kystmagasinet.no skrivar, at Sea Shepherd keypti amerikonsku skipini á uppboði í Baltimore. Skipini eru 24 metrar long, og ferðin er 30 fjórðingar. Sea Shepherd vil ikki vátta tíðindini um, at felagskapurin hevur keypt tey bæði skipini. Sambært tí, sum Kystmagasinet.no hevur leitað fram, kostaði annað skipið, Block Island, slaka eina millión og 175.000 krónur, hitt skipið, Pea Island, kostaði eina millión og 850.000 krónur Bæði skipini eru bygd í 1991. Eftir ætlan skal byggjast stórt tilsamans 700 metrar av atløgubryggju við 15 metra dýpi og tilsamans 160.000 fermetrar av nýggjum keiøki skulu leggjast afturat verandi Eystaru Bryggju í Havn. Fyrst samtykti býráðið at broyta almennu byggisamtyktina, soleiðis at økið kann leggjast út til kai. Síðani er ein nýggj, serstøk byggisamtykt fyri økið samtykt í býráðnum, og hon hevur síðstu vikurnar ligið til hoyringar. Freistin at svara var úti mánadagin. Radarin hyggur nærri at hesi stóru útbyggingarætlan. Vit taka afturíaftur málið vit hyggja eftir innkomnu hoyringssvarunum vit hyggja eftir leiklutinum hjá Yvirfriðingarnevndini, sum nú skal innaftur í málið, og eisini er politiskt kjak millum samgongu og andstøðu á Vaglinum í Havn Luttakarar Albert Isfeldt, arkitektur og borgari í Havn Henrik Møller, sorinskrivari og formaður í Yvirfriðingarnevndini, Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu Jógvan Arge, varaborgarstjóri í Tórshavnar Kommunu. Sambært íslendska kringvarpinum, RÚV, eru ikki fleiri pengar eftir í ár til hendan heilivágin. Pengarnir, sum altingið játtaði til fimm sløg av heilivági, eru brúktir, áðrenn árið er komið í helvt. Forkvinnan í heilivágsnevndini hjá Landsspitalanum, íslendska ríkissjúkrahúsinum, hon er eisini lækni, hevur vent sær til heilsumálaráðharran. Men hann vísti málinum frá sær og vísti á játtanina hjá altinginum til heilivág. Krav uppá heilivág Felagið hjá krabbameinssjúklingum og avvarðandi teirra hava kært til Umboðsmannin. Felagið sigur, at grundlógin og lógin um rættindi sjúklinga seta bart út forboð fyri at gera mun á sjúklingum og nokta teimum neyðugan heilivág, hava tey brúk fyri honum eftir ein ávísan dag í árinum. Tað er ikki óvanligt, at journalistisk arbeiðspláss fyrireika minningarorð um fólk, sum eru komin væl til árs, ella eru illa sjúk. Hóast tað gongur væl at selja salt og klippfisk, so er laksurin framvegis størsta útflutningsvøra hjá Noreg, tá talan er um fiskavørur, upplýsir norska hagstovan. Arabiska blaðið, Al Hayat, sum kemur út í London, skrivar, at fundurin í OPEC fríggjadagin verður stuttur, og at londini fara at halda fram við síni verandi oljusølu. Í mai settu londini í OPEC met í oljusølu. Londini seldu næstan 32 milliónir tunnur av olju um dagin í síðsta mánaði, vísir ein uppgerð. Kjarnorkuætlanin endurskoðast Nú eru tríggjar vikur, til avtalan um kjarnorkuætlanina við Iran skal endurskoðast, og so verða tiltøkini ímóti landinum sett úr gildi. Iran hevur longu boðað frá, at landið kann økja sína sølu av olju við einari miljón tunnum av olju um dagin, seks mánaðir eftir at tiltøkini eru sett úr gildi. Tað upplýsir Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, í svari til Bill Justinussen, løgtingsmann, sum hevur spurt um ólógligan innflutning av rúsevnum. At hava rúsevnishund er í høvuðsheitum tað, sum tað kostar at hava hundaførara, sum skal á árligt skeið saman við donskum hundaførarum. Harumframt eru útreiðslur til djóralækna, mat og annað. Metingin er, at alt hetta kostar umleið hálva millión krónur Tollvaldið er hvønn dag á posthúsum, og hevur eftirlit við pakkum. Tollvaldið er eisini til reiðar, hvørja ferð Norrøna kemur, og somuleiðis tá onnur skip og bátar koma til Føroya. Jørgen Niclasen sigur, at tað er ikki rætt alment at fara út í æsir at greina, hvussu tollvaldið arbeiðir, tí tað kann skaða sjálvt eftirlitið. Men umframt rúsevnishundin hevur tollvaldið stóra nyttu av røntgum og ferðafólkalistum. Tollvaldið hevur gott samstarv við løgregluna og aðrar almennar stovnar, útlendsk tollvald og vinnuna, sigur Jørgen Niclasen í svarinum til Bill Justinussen. Hetta er eitt høvi, har vit við takksemi kunnu gleðast um lívið, kunnu stuðla teimum, sum stríðast, og kunnu takka fyri stuðul og umsorgan, skrivar Krabbameinsfelagið í tíðindaskrivi. Krabbameinsfelagið er partur av Tórshavn Maraton, sum verður leygardagin 13. juni 2015. Øll kunnu tekna seg at ganga. Einasta treyt er, at tú roknar við at klára at ganga teinin undir seks tímar Fyrsti FM kappróðurin í ár verður um vikuskiftið á norðoyastevnu í Klaksvík. 39 vaksnar manningar og 16 barnamanningar hava boðað frá luttøku. Hetta talið áleið tað sama sum seinastu árini, men ein merkisverd broyting er tó, tí at ongin manning luttekur í 6 mannaførum hjá kvinnum. Kvinnuróðurin byrjaði í 1983, og hevur verið róð á hvørjum ári í hesi bátastøddini við kvinnum. Talið á manningum í kappróðrinum hevur verið dalandi seinastu árini, men hetta er fyrstu ferð, at ein bátastødd als ikki er umboðað. Jan Herman Hansen, formaður í Róðrarsambandi Føroya, var gestur í 3 2 fyri trimum vikum síðani, og tá váttaði hann, at tað sá svart út hjá 6 mannaførum við kvinnum. Mær vitandi er tað bara Sundabáturin, sum er mannaður, og eg hoyrdi í kvøld, at tær ætla sær at finna eitt 5 mannafar, um ikki fleiri 6 mannafør koma, segði Jan Herman Hansen við 3 2 18. mai. Og tað er altso leygardagin, at tað fyri fyrstu ferð verður róð kapp uttan 6 mannafør við kvinnum. Til ber at fylgja við kappróðrinum í útvarpinum og at stroyma róðrarnar beinleiðis her á heimasíðuni, her eitt leinki verður lagt út leygardagin. Tað segði bretski ítróttarmálaráðharrin, John Wittingdale, í bretska tjóðartinginum í dag, í sambandi við skuldsetingarnar móti FIFA um mutur og korruptión. FIFA hevur avgjørt, at HM í 2018 verður í Russlandi og HM í 2022 verður í Katar, men John Wittingdale rør framundir, at talan var um eina korrupta tilgongd. Hetta verður aðru ferð, at Vladimir Putin hittir Frans páva, og vitjanin er hin fyrsta síðani kreppuna í Ukraina, sum hevur skatt viðurskiftini millum Moskva og Vesturheimin. Sjálvt ikki deyðin kann steðga omanlopinum, sum fer at koma, segði Jack Warner. Terningarnir eru kastaðir. Nú vendist ikki aftur. Nú má svíða sum svøllur. Warner greiddi eisini frá, at tá hann hoyrdi, at Blatter legði frá sær, skrivaði hann í stundini til Blatter og heitti á hann, um at framskunda burturferðina. Ísfiskatrolarar eru størsti skipabólkur, sum Realurin hevur lænt pengar. Og tað eisini í hesum bólkinum, at størstu niðurskrivingarnar eru gjørdar móti tapi. Málið byrjaði fyri tíggju árum síðani. Dómur var fyrstu ferð sagdur í rættinum í Svendborg í 2010, tá Bent Jensen var dømdur fyri 35 útsagnir um Jørgen Dragsholm. Í síðsta mánaði vóru Hosni Mubrak og tveir synir hansara dømdir trý ára fongsul fyri mutur í einum rættarmáli, sum eisini varð tikið uppaftur. Kári Nielsen og Birgir Hansen, landsliðsvenjarar, hava úttikið teir fjúrtan leikararnar, sum skulu umboða Føroyar í Emerging Nations Cup í Kosovo. Kappingin verður frá 20. 26. juni. Føroyar spæla fyrstu dystirnar í bólkaspælinum tann 21. juni móti Írlandi og 22. juni móti Georgia. Útileikarar Bogi Gaard Davidsen, H71 Rósing Rasmussen, ÍF Føroyar Hans Eli Sigurbjørnsson, KÍF Rúni Højgaard, H71 Tróndur Kragesteen, ÍF Føroyar Kjartan Johansen, StÍF Jóannes Prestá, ÍF Føroyar Áki Egilsnes, VÍF Allan Norðberg, StÍF Andreas Eriksen, VÍF Rókur Akralíð, ÍF Føroyar Tony Hammer Weyhe, KÍF Felagið byrjaði í Skopun í 1975, men hevur havt heimstað í Havn síðani 1996, tá eisini gongd av álvara kom á virksemið hjá fyritøkuni. J og K Petersen Constructions, sum fyritøkan kallast í dag, fevnir eisini um dótturfeløgini J og K Betong, sum varð stovnað í 1989, og J og K Ognir, sum er stovnað í ár. J og K Petersen hevur í løtuni 100 fólk í arbeiði í Føroyum og Norra, og samlaði umsetningurin hjá fyritøkuni var í fjør upp á 150 milliónir krónur. Stein Olvur Petersen, stjóri, situr í gestastólinum í dag. Sama kjakið hevur verið í Bretlandi síðani 1977, har Skotland, Norðurírland og Wales hava sess í bretska Undirhúsinum. Umboðini hagaði atkvøða fyri enskum lógum, hóast Bretland ikki kann atkvøða um lógur hjá teimum Tað sigur royndi arkitekturin, Palli Gregoriussen, sum eigur eitt av teimum 16 mótmælunum móti nýggju byggisamtyktini fyri økið, har Tórshavnar Havn skal byggjast út. Fundurin um norðhavssildina var í London í gjár og í dag. Noreg, sum hevur formansskapin í samráðingunum, fer at boða til fundar aftur seinni í ár. Í fjør samdust ES og Føroyar um, at føroyska kvotan í 2014 var 40.000 tons, hóast hini strandarlondini, eisini ES, vóru samd um, at Føroyar bara áttu 20.000 tons. Leivur Thomsen ummælur jazzkendu fløguna West of somewhere við Bergur Nielsen Trio. Eisini sigur Meduna Dalsgaard, arkitektur, okkum um stjørnuarkitektin Sir Norman Foster, sum gjørdist 70 ár mánadagin, meðan listarmaðurin Amariel Norðoy verður 70 í heyst. Vinmaðurin og listarmaðurin Eyðun av Reyni sigur okkum um listarmannin og menniskja Amariel Norðoy. Og vit vóru umborð á fronsku skonnartini Etoilia, ið er venjingarskip hjá franska flotanum. Umborð hittu vit listarkvinnuna Anne Smith, sum er í starvi sum listarkvinna hjá franska flotanum. Fær Fólkaflokkurin umboð í fólkatingið, fara tey at virka fyri, at uttanríkispolitiska heimildarlógin verður endurskoðað. Tað kom fram, tá flokkurin kunngjørdi valevni og valskrá í dag. Av teimum 13 valevnunum, sum Fólkaflokkurin kunngjørdi í dag, sita 11 teirra í annaðhvørt landsstýrinum ella løgtinginum. Somuleiðis eru heili 11 av valevnunum mannfólk. Endamálið er at fáa fólk at gevast við at blaka burturkast í náttúruna. Tað sigur Henrik Kølleskov, sum ruddar, meðan hann rennur. Føroya Náttúru og umhvørvisfelag fegnast um nýggja rákið millum rennarar. Countryfestivalurin er ein kampingfestivalur burturav. Men tað eru nógvar reglur um bæði trygd og ferðslu sum tey sum kampa, eiga at kenna. Vit vísa hvussu tú kanst gera eina Uramaki rullu. Ein Uramaki rulla er ein rulla við rísi uttast, tara og so onkrun inni í. Vit gera eina við Surimi miksi, agurk og avokado. Tú kanst sjálv ur koyra tað sum tú vilt inn í rulluna, til dømis laks ella hummara. Ráðstevnan er ætlað politikarum, embætisfólki, pørtunum á arbeiðsmarknaðinum, granskarum, fyritøkum og øðrum áhugaðum í øllum Norðurlondum. Ístaðin sigur Grikkaland, at landið fer at rinda alla skuldina sum tað skal til IMF seinast í juni. Talan er um meir enn 10 miljardir krónur IMF boðaði seinni frá, at Grikkaland hevur biðið um loyvi at útseta gjaldið, men IMF segði einki um, um umbønin verður gingin á møti ella ikki. Íslendskar tíðindakvinnurnar løgdu trýst á Sigmund Davið Gunnalaugsson, forsætisráðharra, um at fáa pengar, annars vildu tær almannakunngera eitt bræv, har forsætisráðharrin skuldi hava hjálpt einum vinmanni og floksfelaga, Bjørn Inga Hrafnsson, eitt bankalán. Báðar hava viðgingið, at tær sendu forsætisráðharranum eitt bræv fríggjadagin, har tær kravdu um 400.000 krónur, í okkara peningi, fyri ikki at almannakunngera brævið. Forsætisráðharrin setti seg alt fyri eitt í samband við íslendsku løgregluna, og stutt eftir vóru kvinnurnar tiknar á tí staðnum, sum tær skuldu taka ímóti pengunum. Málið hevur fingið eina nýggja vend, eftir at ein annar maður hevur boðað frá, at hann hevur goldið systrunum 35.000 føroyskar krónur, fyri at sleppa undan at vera meldaður fyri at hava neyðtikið aðra systrina. Spurningur 1. Góða Also panelið Vit eru eini hjún við tveimum børnum undir konfirmatiónsaldur, og vit búgva í einum grannalagið, har tað ikki er so langt millum húsini og høgt uppum garðarnar. Tó so hava vit ikki uppliva nakað grannastríð, tey 6 árini meðan vit hava búð í grannalagnum. Men fyri einum árið síðani flutti ein nýggjur granni inn við síðnar av okkum. Tað er ein skildur maður í 50 unum, ið eigur 2 eldri børn saman við ex konuni. Hann hevur børnini av og á, men er fyri tað mest einsamallur. Hann er fittur at tosa við, tá man møtir honum, og er sum heild væl dámdir í grannalagnum. Men tíverri hevur hann ein sera keðiligan óvana við at ganga hálvnakin heima hjá sær sjálvum. Til tíðir eisini heilt nakin. Nú er tað ikki so, at vit sita og lúra eftir honum millum gardinurnar. Tað er bara so, at man sær beint inn til hansara frá okkara køki og partvíst eisini stovuni. Her sær man beint inn í gongina, køkin og stovuna hjá honum. So tað er ikki til at umganga tað. Tað er mest, tá hann ikki hevur børnini hjá sær, at hann gongur hálvnakin, men tíverri hevur hann ikki so ofta børnini. Eg havi einki ímóti einum naknum kroppi, men tað er ikki serliga appititligt ella undirhaldandi at skula hyggja eftir hárutum ryggi og einari rukkutari rumpu í tíð og ótíð, tá hann ikki finnur útav at lata seg í. Eisini er tað eitt sindur keðiligt, tá børnini hjá okkum byrja meira og meira at gløða eftir honum og viðmerkja tað. Eg havi tosað við mannin hjá mær um tað, men hann ætlar ikki at gera nakað við tað. Tað hevði verið sera deiligt, um hann kundi latið verða við at ganga so ofta nakin, men eg veit ikki, hvussu eg skal bera meg at við tí. Tað er eisini hansara heim, og har eigur hann sjálvandi at sleppa gera, hvat hann vil. Men tað gongur also útyvir okkum eisini. Hvat halda tit í Also, at eg kann gera við henda trupulleikan Eg vil ikki fornerma okkara granna, ella geva honum ringa samvitsku, tí hann er, sum sagt, ein fittur maður. Heilsan Ein irritera grannakona. Spurningur 2. Hey tit í Also panelinum Fyrst ein lítil frágreiðing áðrenn mín spurning. Fyri nøkrum árum síðani var okkara familja so óheppin at fáa mann giftan inn í familjuna, sum síðani tá hevur gjørt seg inn á fleiri børn av báðum kynum í okkara familju. Í summum førum rættiliga grovt. Hann bleiv at enda meldaður, dømdur og hevur sitið fongsul. Familjan hevur í dag einki samband við mannin. So til spurningin Eg og maður mín hava tvey børn undir 12 ár. Hóast vit ikki komu so nógv saman við dømda manninum,so hevði eg altíð eygu í nakkanum við børnunum, tá vit vóru saman við honum, tí eg ongantíð havi havt álit á hesum manni. Havi altíð hildið at hann var so nærgangandi. Síðani hann var dømdir og alt var á gosið, eri eg vorðin sera ávirka av allari upplivingini. Eg eri vorðin nakað so bangin fyri, at tílíkt skal henda okkara børnum, tí tað kann henda uttan foreldrini vita av tí. Eg havi eisini mist eitt grundleggjandi álit á øllum fólkum at verða einsamøll saman við mínum børnum. Eisini teimum nærmastu. Tí spyrji eg Hvussu halda tit, at eg kann læra míni børn, hvat er rætt og skeivt, og hvat er at fara út um mark Hvussu skal eg orða meg, so tey av sonnum skilja, hvat eg meini við uttan ræða tey Spurningur 3. Eri í døpur huga. Havi ein 13 ára gamlan son, sum dagin á tamb situr frammanfyri telduna og spælir. Og tá hann ikki spælir telduspøl, spælir hann fótbóltspæl á Playstation. Hann er so upptikin av spølunum, at tað er trupult at fáa hann at seta seg saman við okkum at eta nátturða. Og tá hann situr til borðs vil hann hava ipad ina at skrolla á. Hann skal altso undirhaldast og vera á netinum alla somlu tíðina, sama hvar hann er. Ikki tí, hann hevur gott samband við vinmenninar, men tað er oftast umvegis Skype. Teir tosa saman meðan teir spæla og flenna óført. Vit, maður mín og eg, hava tosað við hann um trupulleikan, og hann sigur, at hann skal gera sítt besta og finna onnur ting at gera eisini. Men tað heldur bara í ein dag ella tveir, so situr hann aftur frammanfyri telduna. Sonur mín hevur annars sunn áhugamál, hann venur hondbólt, fótbólt og klaver. Havi ofta biðið hann um at fara út at sparka. Men tað nyttar einki, tí so gongur hann einsamallur á vøllinum, tí hinir vilja ikki fara frá telduni, sigur hann. Veit væl, at tað eru vit, sum hava keypt honum teldu og playstation, og vit vistu um vandan tá. Men lítið grunaðu vit, at tað skuldi enda so galið. Hann hevur aðrar brøður, sum ikki vóru so fongdir av telduni, sum hann. Hann spyr ofta, um vit kunnu fara á caf saman, og um vit skulu gera mat saman. Og tað geri eg sjálvandi við gleði. Men kortini nívir tað meg, at teldan fyllir so nógv hjá honum. Hvat skulu vit gera Er hetta bara tíðarinnar tonn vh. mamma P.S Sig ikki, at eg bara kann sløkkja internetið, tí so gongur hann púra einsamallur, tí vinmenninir sita allir við hvør sína teldu heima við hús. Spurningur 4. Til Also panelið Eg og kona mín eru komin í ein keðiliga støðu ímun til eitt vinarpar hjá okkum. Tað er so, at miðlingasonur okkara og einasti sonur teirra eru bestu vinmenn og spæla altíð saman. Teir eru báðir 10 11 ár og gera alt saman. Teir skeldast ikki og hava somu áhugamál. Bæði vit og okkara vinarpar eru sera glað fyri, at teir hava tað so stuttligt saman. Men tað er ein munur á, hvussu nógva orku og peningur, sum vit leggja í teirra vinarlag, og hvussu nógv vinarparið leggur í. Teir spæla sum ofta heima hjá okkum, og tá royna vit altíð gera okkurt burtur úr. Fara at svimja, í biograf, kanska konsert og onnur tiltøk teir hava hug at fara til. Hesi tiltøkini, saman við mati og drekka, kunnu gerast rættiliga kostnarmikil, tá tað saman um kemur. Vit gjalda sjálvandi fyri báðar dreingirnir, tí kammeraturin hjá okkara soni hevur sjáldan lummapening við heimanifrá. Men tá sonur okkara er heima hjá vinarparinum og spælir, fara teir sjáldan út til nakað og sita sum oftast heim og spæla teldu. Um teir fara út til okkurt tiltak ella bara ein túr í býin, so syrgja vit altíð fyri at okkara sonur hevur eitt pengaoyra við, so hann kann rinda fyri tað sjálvur. Báðir dreingir gera eisini nógvan ítrótt, og hvørja ferð okkurt tiltak er ella onkur dystur skal spælast, so er tað næstan altíð vit, sum koyra dreingirnar, skula gjalda fyri eitthvørt ella skula skipa fyri. Í byrjanni hugsað vit ikki so nógv um tað, men seinastu tíðini er tað byrja at ganga okkum bæði uppá nervarnar. Vit tíma ikki at gera nakað uppgerð yvir, hvør hevur goldið fyri hvat og hvør ger hvat, men tað skal bara ein lítil høvuðrokning til at síggja, at vit standa næstan fyri øllum. Vit hava roynt at hinta til tað av og á, tá vit eru saman við vinarparinum, men tey reagera slettis ikki upp tað. Vit eru annars sera væl og hava kent hvønn annan leingi. Enntá áðrenn vit fingu børn. Vit hava altíð verið á bylgjulongd, men avgjørt ikki í hesum førinum. Tey tykjast fullkomuliga líkaglað. Tað er heldur ikki tí, at tey mangla pening og tíð. Tey hava bæði góð størv, ið gevur teimum góðar inntøkur og rímiliga nógva frítíð. Og allíkavæl liggur tað á okkum at rinda fyri tað heila og engagera okkum í dreingjunum. Vit eru vorðin ov troytt av hesum og vilja at tingini skulu broytast. Men vit vita bara ikki, hvussu vit skulu gera tað. Skulu vit beinleiðis seta krøv til vinarparið Byrja at føra dagbók, so tey skilja tað Vit eru eitt sindur bangin fyri at tey fara at taka tað illa upp, og at tað kanska fer at ganga útyvir vinarlagið hjá dreinginum. Nakað sum vit absolutt ikki vilja skal henda. Hvat heldur Also panelið, at vit skulu gera Hóast broytingar eru samtyktar, so vildi ikki verið nóg mikið av danskari arbeiðsmegi í arbeiðsførum aldri á arbeiðsmarknaðinum. Og danski búskapurin er ikki burðardyggur, um útlendingar ikki í framtíðini fara at røkja nógv donsk arbeiðspláss, stendur í frágreiðingini. Tað er møguligt at tað hevði borið til at fingið nøkur fleiri arbeiðsleys í arbeiði, men sum heild verður tørvur á arbeiðsmegi, sigur leiðandi búskaparfrøðingurin í hugsanarbankanum, Mikkel Høegh. Vit hava stóran tørv á útlendskari arbeiðsmegi í árunum sum koma, sigur stjórin í danska arbeiðsgevarafelagnum, Jørn Neergaard Larsen. Tað er eingin ivi um, at Danmark hevur tørv á útbúnari útlendskari arbeiðsmegi á fleiri økjum, sigur formaðurin í LO, Harald Børseting. Mikkel Høegh vísir á, at um ein útlendingur fer til arbeiðis í Danmark, so nýtist tað ikki at forða fyri, at onkur dani fær starv. Tí eitt og hvørt starv økir um vøksturin, og teir pengarnir kunnu so nýtast til at fáa fleiri danir í starv, sum annars kanska høvdu dottið niðurímillum, sigur hann. Siðaarvur er siðvenjur, ímyndir, framburðir, vitan, dugnaskapir, eins og tól, lutir, gripir og mentanarlig rúm, sum er viðurkent av samfelag, bólki og í einstøkum føri einstaklingum. Føroyski dansurin og kvæðini, føroyskt bátasmíð, virking av ull og siðir, ið eru knýttur at føroyska matinum, eru dømi um siðaarv føroyinga. Við at taka undir við sáttmálanum binda Føroyar seg til at seta í verk skipanir og tiltøk, ið eru við til at fáa vitan um og kunnleikan til siðaarvin bornan víðari til komandi ættarlið. Siðaarvurin er týðandi partur av føroyska mentanararvinum, og vit hava støðugt umrøtt, hvussu eitt nú føroyskum bátasmíði kann vera lív lagað, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, í tíðindaskrivi. Tiltøkini í sáttmálanum fevna um skráseting, gransking og útbúgving umframt at skapa karmar fyri, at siðaarvurin hevur sítt livandi virki í samfelagnum. Føroyska UNESCO nevndin vil tí mæla til, at tikið verður undir við UNESCO sáttmálanum um verju av siðaarvi frá 2003, skrivar mentamálaráðið í tíðindaskrivi. Tríggir iranar og ein persónur úr Myanmar, sum hava søkt um friðskjól í Avstralia, komu í dag til høvuðsstaðin í Kambodja, Phnom Penh. Hesi eru fyrstu fólkini, sum koma til Kambodja, eftir at stjórnin í fjør gjørdi politiska avtalu við Avstralia, sum merkir, at bátaflóttafólk, sum fáa friðskjól í Avstralia, skulu sendast til Kambodja at búgva. Men konservativa stjórnin í Canberra tvíheldur um skipanina, sum hevur víst seg at rigga væl til at halda flóttafólkum burtur frá avstalsku strondini. Flóttafólkini eru heldur ikki væl komin til Avstralia, meðan umsóknin um friðskjól verður viðgjørd. Landið hevur gjørt avtalu við Papua Ný Guinea og oyggjastatin, Naura, um at skipa fyri og reka varðhaldsmiðstøðirnar, áðrenn flóttafólkini fáa noktað friðskjól ella verða send til Kambodja. Fleiri leiðarar í Evropa, teirra millum danski forsætisráðharrin, Helle Thorning Schmidt, hevur víst avstalsku skipani frá sær, tí hon stríðir móti altjóða samtyktum. Í nátt lækkar hann niður í landsynning og sunnan, lot til frískan vind, tað verður klárari í veðrinum og bara okkurt ælið. Hitin millum 5 8 stig. Fyri samlaða heimsbúskapin er lækkingin 0,5 prosentstig, og fyri amerikanska búskapin meir enn eitt prosentstig. Heldur frægari sær út í Europa, sigur OECD. Í Europa er arbeiðsloysið omanfyri 10 prosent, og tað er tvær ferðir so høgt sum í USA. Har verður eingin broyting í 2016, sigur stovnurin. Tá verandi stjórn tók við í Danmark, setti hon sær fyri at endurskoða grundlógina, tað var eftir kravi frá SF og Radikala flokkinum. Ein nevnd var sett at gera broytingar, men nevndin var tikin av í vár, tí stjórnin viðgekk, at undirtøka ikki var fyri at broyta grundlógina. Flokkurin Vinstri er ikki fyri at broyta grundlógina, hóast hon ikki samsvarar við veruleikan nú, tí millum annað er Danmark nú við í ES, tað var landið ikki, tá grundlógin varð broytt í 1953. Hóast tað, so heldur Vinstri, at grundlógin virkar væl og er rúm. Danski Fólkaflokkurin vil heldur ikki hoyra talan um at broyta grundlógina. Tann umrøðan hoyrir saman við umrøðuni av støðuni hjá Danmark í ES, sigur Danski Fólkaflokkurin. Og so er ikki so nógv meir at tosa um, tí teir báðir flokkarnir eru somikið stórir, at uttan teirra luttøku, ber ikki til at broyta grundlógina. Og tað eru ongar ætlanir um at broyta grundlógina sum er, segði granskarin á lærda háskúlanum í Keypmannahavn, Lars Bille við útvarpið fyrr í vikuni Gevur ein myndugleiki ikki innlit í øll skjøl, sum biðið verður um innlit í, er tað ein avgerð, sum ikki til fulnar gongur umsøkjaranum á møti. Myndugleikin, til dømis aðalráðið, skal greiða frá, at innlit verður ikki givið í skjøl ella upplýsingar, eins og greiðast skal frá orsøkini til tess. Umboðsmaðurin nevnir fimm mál, eitt hjá Fiskimálaráðnum og fýra hjá Mentamálaráðnum, har sum grundleggjandi og týðandi tættir vanta í málsviðgerðini. Í 2010 gjørdi stjórnin í Hollandi av, at fólk úr øðrum londum, sum ætlaðu at búseta seg í landinum, skuldu til sonevnda integratiónsroyn, fyri at fáa endaliga loyvið. Fleiri, sum høvdu búð nógv longri í Hollandi, avgjørdu at leggja málið fyri dómstólin í Hollandi, sum síðani spurdi seg fyri hjá ES dómstólinum. Men dómstólurin leggur dent á, at fólk sum eru komin til Hollands fyri 2010, og ikki standa royndina, kortini ikki skulu missa rættin at verða verandi í Hollandi. Eftir at hava sitið 31 ár á deyðsgongini og sjey ferðir at hava fingið avrættingina útsetta í evstu løtu, varð Lester Bower tikin av døgum við eini innspræning í Huntsville fongslinum í Teksas í gjár. Men vit kenna tó vandarnar fyri, at vit fara at liva styttri, royking, vit røra okkum ov lítið ella ov høgt BMI tal. Hesi eru øll viðvirkandi til, at vit doyggja ov tíðliga. Í nýggju kanningini, sum er almannakunngjørd í The Lancet, eru fleiri fólk kannað fyri hesar vansar. Úrslitið varð brúkt til at gera testina, sum fólk millum 40 og 70 ár, sum búgva í Bretlandi, kunnu brúka til at rokna út, í hvussu stórum vanda tey eru fyri at doyggja innanfyri næstu fimm árini. Tilsamans 44 lið úr 13 londum verða við í HM kappingini, sum byrjar klokkan13.00 leygardagin í høllini á Hálsi og heldur fram klokkan14.00 sunnudagin. Men við vælvild og góðari samskipan millum fleiri partar eru loysnir funnar, og hvørt gistingarhús í Havn verður fullsett, nú øll liðini eru komin til Føroyarskrivar Fimleikasamband Føroya. Nýggj áskoðarapláss eru sett upp í høllini á Hálsi, og pláss verður fyri 1.130 áskoðarum. Fyrireikararnir boða frá, at sølan av atgongumerkjum hevur gingið so væl, at tað nú er útselt. Londini, sum fara at kappast á Hálsi, verða Føroyar, Russland, Japan, Kina, Spania, Italia, Kanada, Estland, Danmark, Finland, Bulgaria, Tjekkia og Eysturríki. Avbjóðingin verður stór fyri Føroyar, men Føroyar hava ofta staðið seg væl í HM. Kappingar verða bæði fyri kvinnur og unglingar, og Føroyar hava lið við í báðum bólkunum. Liðini, sum fara at umboða Føroyar, eru úr Havnar Fimleikafelag, Ljósinum og Støkk. Og kappingin byrjar sum sagt í morgin í høllini á Hálsi, og sjónvarpið sendir beinleiðis haðani í morgin frá klokkan13.00 til 18.00, og eisini sunnudagin frá kl.14.00 til klokkan17.00. Karin Kjølbro var gestur í útvarpsstovuni, í sambandi við, at tað í dag eru 100 ár liðin síðani kvinnur fingu grundlógartryggjaðan rætt at fara á val. Sum tíðin leið, gjørdust kvinnur meira virknar í politikki, og í 1956 varð Malla Samuelsen vald í Tórshavnar Býráð á kvinnulista sum stillaði upp. Í 1978 vórðu fyrstu kvinnurnar valdar í løgtingið. Tær vóru Jona Henriksen í Javnaðarflokkinum hon var varalimur 1975 78 og Karin Kjølbro í Tjóðveldisflokkinum. Í 1993 fingu vit fyrsta og higartil einasta kvinnuliga løgmannin, Tað var Marita Petersen, sum var løgmaður frá januar 1993 til september 1994. Aftaná valið í 1994 varð Marita Petersen eisini sum fyrsta kvinnan vald sum løgtingsformaður. Í fyrsta Andglettinum sendingini, sum var hóskvøldið, vóru Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, og fólkatingslimurin hja Javnaðarflokkinum, Sjúrður Skaale. Sveinur Tróndarson, blaðstjóri á Dimmalætting, og Laufey Blaasvær, marknaðarføringsráðgevi, meta um avrikið hjá umboðunum hjá Javnaðarflokkinum hóskvøldið. Starvið sum stjóri í Atlantsflogi varð sett fyrr í vikuni, og 45 umsóknir vóru annars til starvið, sum Niels Mortensen, nevndarformaður tá segði vóru frá mongum góðum umsøkjarum. Men stjórin, sum var settur, var kortini ikki at finna í stóra umsøkjaradunganum, tí nevndin í flogfelagnum fór sjálv eftir Johonnu á Bergi, sum tók av tilboðnum. Niels Mortensen, nevndarformaður, vil hvørki vátta ella avsanna søguna, men sigur tó, at nógv fleiri fólk enn teir 45 umsøkjararnir hava verið gjøgnum maskinaríið , sum hann tekur til. Ein heldur óvanlig sjón møtti teimum, ið fóru sær ein túr eftir Oyggjarvegnum í morgun. Í haganum við sjálvan vegin stóðu tveir smærri, útsjoraðir bilar. Staðið, har bilarnir stóðu, verður brúkt til at koyra við ATV um og motorsúkklum, men lítlu bilarnir, ið stóðu har í morgun, eru als ikki egnaðir til koyring í tílíkum lendi. Lærdi háskúlin í Keypmannahavn samskipaði ráðstevnuna, sum er heimsráðstevnu um fótbóltsvísindi fjórða hvørt ár. Ráðstevnan var í Keypmannahavn 20. 23.mai. Okkurt um 600 granskarar úr øllum heiminum vóru á ráðstevnuni í ár. Magni Mohr var millum teir átta høvuðsfyrilestrarhaldararnar um kropsliga venjing í fótbólti, og hann stóð á odda fyri tveimum verkstovum. Onnur verkstovan var um einsærisvenjing í fótbólti, har Magni Mohr saman við fyrrverandi kropsliga venjaranum hjá Manchester United, Marcello Iaia, sum er knýttur at University of Milano í Italia, legði fram sínar royndir við toppliðunum Chelsea og Manchester United. Hin verkstovan var um kropsliga testing og planlegging í fótbólti, har Magni Mohr legði fram saman við enska granskaranum Barry Drust úr Liverpool John Moors University, sum eisini arbeiðir við enska A landsliðinum. Magni Mohr legði nýggi úrslit fram frá føroysku SOS kanningini, sum varð stuðlað úr Granskingargrunninum, har spennandi úrslit um ymiskar fysiologiskar tillagingar í arm og beinvøddum eftir ymisk sløg av kropsligari venjing vórðu víst. Úrslitini vísa, at vøddar í yvirkroppinum hava eitt annað fysiologiskt tillagingarmynstur enn beinvøddar. Júst hesi úrslit komu eisini alment út í vísindaligari grein í høgt metta tíðarritinum Journal of Applied Physiology í seinastu viku, skrivar Granskingarráðið á síni heimasíðu. Sum ung í 1959 fór Arngerð á háskúla í Danmark, og har møtti hon Philip úr Ghana, ið hon seinni giftist og fekk børnini Mark og Angelu saman við. Í Brunsj greiðir Arngerð millum annað frá síni bakgrund í Trongisvági, frá uppvøkstrinum hjá ommuni, og frá tíðini tá hon búði í Danmark. Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Helena Dam á Neystabø, forkvinna í Mentamálanevndini hjá býráðnum fara at avdúka navnið úti á Fløtum, har sum skúlin skal byggjast. Felagsskapurin kunnger í tíðindaskrivinun, at hann kemur til Føroya um tvær vikur við skipunum Bob Barker, Sam Simon og Brigitte Bardot. Harafturat vera fólk á landi. Hetta verður sætta átakið og samstundis tað størsta hjá Sea Shepherd móti grindadrápi, sum sambært felagsskapinum ikki er ein tradisjón men blóðbað. Hon hevur latið Bjørn Kalsø, landsstýrismanni, áheitan um at fáa UNESCO sáttmálan um at verja av siðaarv settan í gildi í Føroyum. Siðaarvur er siðvenjur, ímyndir, framburður, vitan, dugnaskapur, eins og tól, lutir, gripir og mentanarlig rúm, sum samfelag, bólkar og einstaklingar hava viðurkent. Føroyski dansurin og kvæðini, føroyskt bátasmíð, ullarvirking og siðir, sum eru knýttir at føroyska matinum, eru dømi um siðaarv føroyinga. Við at taka undir við sáttmálanum, binda Føroyar seg til at seta í verk skipanir og tiltøk, sum eru við til at fáa vitan og kunnleikan um siðaarvin bornan víðari til næstu ættarlið. Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, sigur, at hann fer at virka fyri, at uppskot til samtyktar um at seta UNESCO sáttmálan í gildi verður lagt fram í tingsetuni, sum byrjar á ólavsøku. Grindin, sum doyði í Miðvági í morgun, var 151 hval. Hon verður býtt í drápspartar og húsapartar í Vága kommunu, tað er í Sandavági, Miðvági og Vatnsoyrum. Brimil fann grindina hálvan annan fjórðing suður úr Bøsdalafossi klokkan fýra í morgun. Góðar fimm tímar seinni doyði grindin í Miðvági. Hin undirsjóvartunnilin, P f Vágatunnilin, hevði slakar fimm milliónir krónur í avlopi í 2014. Hetta er eftir avskrivingar upp á átta milliónir krónur, so úrslitið fyri rentur og avskrivingar var slakar 13 milliónir krónur í fjør. Vágatunnilin er liðugur at gjalda øll lán, og er felagið í dag skuldarfrítt. Harumframt eigur Vágatunnilin níggju milljónir krónur á bók í tøkum gjaldføri. Eginognin í felagnum er í dag 176 milliónir krónur Upprunaligi partapeningurin hjá landinum var 160 milliónir krónur Verður hildið fram eftir sama leisti sum higartil, kann landið fáa í minsta lagi 10 milliónir krónur í vinningsbýti á hvørjum ári. Við tí kann landið fáa allan sín partapening í Vágatunlinum útgoldnan aftur hesi komandi 15 árini, skrivar Vinnuvitan. Tað hevur verið nógv órógv um umstøðurnar hjá giktviðgerðina á Landssjúkrahúsinum. Serlæknin í gikt, Pero Sore, segði seg úr starvi í fjør, tí hann var ónøgdur við arbeiðsumstøðurnar. Landssjúkrahúsið hevur síðani søkt eftir einum giktlækna afturat. Bert ein umsøkjari var til starvið, sigur Karsten Hansen við heimasíðuna In.fo. Nýggi serlæknin í gikt byrjar í starvinum 1. juli. Val er í Turkalandi í dag. Sambært veljarakanningum verður valið enn ein sigur til sitandi forsetan, Recep Tayyip Erdogan, sum hevur stjórnað síðan 2002. Stóri spurningurin til valið er, um tað fer at eyðnast hjá flokkinum hjá Erdogan, AKP, at fáa tveir triðingar av atkvøðunum. Eyðnast hetta, fer AKP undir at broyta núverandi stýrisskipanin í Turkalandi, soleiðis at landið frá einari parlamentariskari skipan til eina skipan við størri valdið til forsetan. Andstøðuflokkarnir í Turkalandi ávara ímóti, at ein atkvøða til AKP er ein atkvøða ímóti fólkaræðinum. Sambært andstøðuflokkunum fer Erdogan at fáa ov nógv vald, um tað eyðnast at broyta grundlógina. Fyri at fáa mandat til at koyra eina broyting av grundlógini út til fólkaatkvøðu skal AKP fáa 330 av 550 sessum í turkiska tinginum. Barcelona hevur í ár vunnið spanska meistaraskapið, sponsku steypakappingina og í gjár vann Barcelona eisini Champions League finaluna í Berlin. Hetta fyrsta árið í venjarastarvinum hjá Barcelona hevur verið nakað ófriðarligt. Kuril kom á tráðin við stjørnurnar Messi og Neymar. Men hetta sjónarmiðið hevur við sær, at danska siðvenjan við, at heilivágsídnaðurin so at siga einsæris ger av, hvat heilivágur skal kosta, heldur fram. Hetta skrivar danska dagblaðið, Informatión. Í Danmark eins og her í Føroyum er stórur trupulleiki í heilsuverkinum við, at útreiðslurnar til heilivág vaksa so nógv. Danmark rindar nógv meira fyri medisin enn Svøríki, Noreg og Ongland, og blaðið skrivar, at Danmark kundi spart eina hálva milliard árliga, um til bar at fáa norskar prísir bara fyri 25 tey dýrastu sløgini av heilivági. Ein hálv milliard, sum kundi verið brúkt til at rinda løn og við bót og pensjón til 1448 sjúkrarøktarfrøðingar. Men lítið røkist fyri, at politiska leiðslan í Danmark ætlar at snara fyri alsamt vaksandi útreiðslunum. Bæði Helle Thorning Schmidt og Lars Løkke Rasmussen hava í valdystinum meira og minni friðað heilivágsprísirnar, tí raðfesting ikki er eitt lokkandi alternativ. Eg dugi ikki at síggja fyri mær, at vit skulu raðfesta. Borgararnir vænta viðgerð í heimsflokki, tá teir koma í samband við danska heilsuverkið, hevur Helle Thorning Smidt sagt við TV2. Lars Løkke Rasmussen hevur ikki verið eins greiður, men støða hansara tykist vera tann sama altso ein illvilji móti at skula raðfesta, hvør skal hava dýran heilivág og hvør ikki skal hava. Og hetta eru sera góð tíðindi fyri medisinídnaðin, sigur partabrævagreinarin í Sydbank, Søren Løntoft Hansen. Hann heldur, at útsøgnin hjá forsætisráðharranum er sera positiv fyri møguleikarnar hjá ídnaðinum at fáa góð fíggjarlig úrslit á danska marknaðinum eisini í framtíðini. Hetta avdúka ljóðupptøkur, sum bretska blaðið The Sunday Times sigur seg hava. Upptøkurnar eru gjørdar av journalistum hjá The Sunday Times, sum arbeiddu loyniliga í Fifa umhvørvinum í fleiri mánar í desember 2010. Í upptøkunum kemur fram, at Marokko vann atkvøðugreiðsluna, men handan leiktjøldini var avgjørt, at Suðurafrika skuldi vera HM vertur. Sambært upptøkunum fekk fyrrverandi varaforsetin í Fifa, Jack Warner, mutur fyri eina millión dollars frá Marokko fyri at atkvøða fyri Marokko. Men hann atkvøddi tó fyri Suðurafrika, sum hevði rindað honum eina størri upphædd. Tá avtornaði fekk Marokko tvær atkvøður fleiri enn Suðurafika. Men millum limirnar í aðalnevndini, sum skuldi kjósa nýggja HM vertin, var avgjørt, at Suðurafrika skuldi vera HM vertur í 2010. Nógv kappróðraráhugað hava vent sær til Kringvarpið, og spurt eftir róðrum á norðoyastevnu, sum framvegis ikki eru komnir á heimasíðuna. Tíverri hava vit ikki róðurin hjá tíggjumannaførunum tøkan. Róðurin hjá seks mannaførunum hjá monnum er á heimasíðuni, men góðskan er vánalig. Venjarin hjá NSÍ, Trygvi Mortensen var fegin um, at hansara menn kundu fara úr Gundadali við einum stigi. Hóast Magnus Olsen legði NSÍ á odda tíðliga í seinna hálvleiki, kundu teir staðið eftir við ongum. Alex Dos Santos og Levi Hanssen brendu stórar málmøguleikar móti endanum av dystinum, eftir at Arnbjørn Hansen hevði javnað til 1 1 fyri HB. Hoyr samrøðuna, sum Suni Merkistein hevði við venjaran hjá oddaliðnum, omanfyri. Drekin Reyði av Argjum vann 10 mannafarsróðurin á norðoyastevnu. Hoyrið frásøgnina hjá Suna Merkistein og viðmerkingarnar hjá Ludvíki við Stein her. NSÍ og HB fingu eitt stig í part, tá oddadysturin í Gundadali endaði við javnleiki, 1 1. Magnus Olsen legði teir gulu og svørtu á odda, men Arnbjørn Hansen javnaði fyri heimaliðið. Síðstu løtuna trýsti HB fyri at fáa avgerandi málið, men Alex Dos Santos og Levi Hanssen misbrúktu stórar møguleikar. HB verjuleikarin, Jóhan Troest Davidsen, fekk sítt seinna gula kort, tá ein minuttur var spældur av yvirtíðini, og eftir hetta spældu bæði liðini fyri javnleikinum. B36 gjørdi sær dælt av, at tað ikki eydnaðist NSÍ at fáa fult. Føroyameistararnir vunnu 3 1 á TB við Stórá við málum frá Lukasz Cieslewicz, Andriasi Eriksen og Hans Paula Samuelsen. Málið hjá TB fekk Teitur Justinussen. B36 er nú bert tvey stig aftanfyri NSÍ. Víkingur vann tryggan 3 0 sigur á EB Streymi og nærkast eisini oddaliðnum, meðan KÍ, sum annars ikki hava verið til at steðga á heimavølli, ikki megnaðu at finna ÍF málið í 0 0 javnleikinum í Klaksvík. Í dystinum ímillum FC Suðuroy og AB gjørdist málverjin hjá útiliðnum, Heðin Stenberg, hetjan, tá hann skallaði útjavnandi málið langt inni í yvirtíðini. Úrslitini í 15. umfari TB B36 1 3 0 1 54. 0 1 Magnus Olsen 76. 1 1 Arnbjørn Hansen 91. Reytt kort. Jóhan Troest Davidsen FC Suðuroy AB 1 1 0 0 53. 1 0 Jón Krosslá Poulsen 96. 1 1 Heðin Stenberg NSÍ 15 32 stig B36 15 30 stig Víkingur 15 27 stig HB 15 27 stig KÍ 15 24 stig ÍF 15 18 stig TB 15 16 stig FC Suðuroy 15 13 stig AB 15 8 stig EB Streymur 15 6 stig Eyð Strøm og Barba Jansdóttir, venjarar hjá ávíkavist Team Havnar fimleikafelag og Team Alda, eru sera væl nøgdar við avrikið hjá føroysku gentunum. Tær greiða frá her í ítróttartíðindunum hvussu fantastisk kenslan er nú alt er av. Vit taka samanum 15 umfarið í effo deildini og gera stigatalvuna upp. Hoyrið tíðindini omanfyri Team Havnar fimleikafelag setti føroyskt HM í finaluni fyri kvinnur í HM í estetiskum fimleiki í dag. Liðið fekk samanlagt 31, 55 stig fyri innleiðandi umfari og finaluna. So gott úrslit hevur einki føroyskt lið megnað til HM áður. Úrslitið í dag bleiv 16,15 stig og hetta var omanfyri allar vónir og er somuleiðis eisini met fyri eitt avrik í HM fyri eitt føroyskt lið. Eyð Strøm, annar av venjarunum hjá Team Havnar fimleikafelag segði seg fáa ein klump í hálsin, tá hon endurhoyrdi stigini verða lisin í høllini á hálsi. Hetta er fantastist, segði Eyð Strøm. Barba Jansdóttir annar av venjarunum hjá Team Alda, er sera errin av avrikinum hjá hennara liði, Team Alda. Liðið skuldi upprunaliga ikki vera við í finalunum, tí Team Alda ikki fekk nokk av stigum. Men seinni í gjár varð kunngjørt at tær sluppu við hóast alt, tí at framførslan var góð og tí at verttjóðin ofta fær ein finalist við í kvinnuunglingunum. Barba Jansdóttir var ovurfegin tá hon frætti boðini, og bara tað at sleppa á gólvi til finaluna var stórt. Team Alda fekk samanlagt 29,15 stig og endaði á einum aftasta plássi í finaluni. Hoyr hvat Barba Jansdóttir og Eyð Strøm søgdu í útvarpsstovuni í dag, og hoyr eisini hvussu rómurin var í høllini tá stigini hjá føroysku finalistunum vóru givin. HB venjarin, Heðin Askham, var ikki heilt nøgdur við tað eina stigið, sum hansara menn fingu í oddadystinum ímóti NSÍ í dag. Hóast venjarin lat væl at innsatsinum, iðraði hann seg um, at HB ikki gjørdi sær dælt av teimum málmøguleikunum, sum teir fingu, serliga ímóti endanum av dystinum. Alex Dos Santos og Levi Hanssen kundu havt avgjørt dystin til egnan fyrimun, men báðir misnýttu úr góðum støðum. Hoyr samrøðuna, sum Suni Merkistein hevði við Heðin Askham, omanfyri. Pál Joensen fyrireikar seg í hesum døgum til HM kappingina í Kazan í august, og svimjistevnan í Fraklandi er liður í hesum fyrireikingum. Í dag svam Pál Joensen 1500 metur finaluna, og tað bleiv til eitt triðja pláss. Svimjing.com skrivar, at undan finaluni vóru útlitini fyri gulli góð, tí favoritturin, Ryan Cochrane úr Kanada gav avboð til finaluna. Men heldur óvæntað var tað Daniel Jervis úr Wales, sum kom fyrst á mál. Tíðin hjá Jervis var 15.05.65. Soren Meissner úr Týskland bleiv nummar tvey við tíðini 15.07.90. Tað var ikki nógv sum skilti teir í topp trý, tí tíðin hjá Páli Joensen var 15.09.17, sum er minni enn fýra sekund aftanfyri vinnaran. Óvanliga nógvir ungir finnlendingar har norðuri í landinum doyggja av hjartasteðgi. Talið er næstan tvífaldað tey seinastu fimm árini, skrivar finska tíðindastovan, FNB. Hetta er ein heilt serlig sjúka í norðurfinnlandi. So nógvir tilburðir av hesi sjúkuni eru ikki staðfestir aðrastaðni í landinum ella aðrastaðni í heiminum, sigur professarin sambært Ritzau. Orsøkin, til, at so mong doyggja, sigst vera, at bindivevnaður savnast seg í hjartanum á teimum ungu, og tað elvir til hjartasteðg. Tað er ein gáta, hví bindivevnaðurin savnast í hjartanum, og hví so nógvir sjúkutilburðir eru í norðurfinnlandi. Kanska er orsøkin kostur, ella kann sjúkan standast av bruna í hjartavøddunum, sigur Heikki Huikuri, professari. Bindivevnaðurin, sum er orsøkin til hjartatilburðirnar, sæst ikki fyrr enn líkskurður er gjørdur, og eingi sjúkutekin eru, áðrenn ov seint er. Universitetssjúkrahúsið í Ule bborg hevur granskað í sjúkuni í meira enn 15 ár, og meira enn 4000 lík eru kannað, har deyðsorsøkin var brádligur hjartasteðgur. Í 140 førum var bindivevnaður savnaður í hjartanum. Samstundis vísir kurdiski flokkurin, Fólksins demokratiski flokkur, aftur at samstarva við flokkin hjá Erdogan, AKP, ið Erdogan stovnaði í 2001. Kurdiski flokkurin hevur fingið 13 prosent av atkvøðunum og røkkur upp tinggáttina, sum er 10 prosent. AKP hevur fingið 40 prosent. Eygleiðarar søgdu undan valinum, at valið í veruleikanum snúði seg um at geva forsetanum størri vald. Leiðarin í kurdiska flokkinum, Selahattin Demirtas, sigur, at valúrslitið vísir greitt, at orðaskiftið um størri vald til forsetan og einaræði í landinum er av. Fimleikurin hevur tikið alla frítíðina, og nú gleðir hon seg at vera spontan og kanska royna okkurt annað í fimleikaheiminum. Eyð Strøm følir seg sum ein heimsmeistara, og tí er tað rætt at gevast á toppinum heldur hon. Fólk, sum eiga fartelefonirnar, kunnu verða smittað. Smittan hevur kravt seks mannalív, og 2300 fólk eru avbyrgd. Myndugleikarnir søgdu í gjár, at 23 tilburðir aftrat eru staðfestir, og nú eru 87 fólk smittað. Sambært tíðndastovuni AFP vórðu seks fólk smittað í Suðurafrika fyri 14 døgum síðani. Í Saudiarabia eru 950 fólk smittað við MERS síðani 2012. Tey fyrstu, sum hava fingið sjúkuna, komu eftir øllum at døma úr Saudiarabia til Suðurkorea fyrst í mai mánaði. Funnist verður at stjórnini í Suðurkorea fyri at halda upplýsingum aftur um støðuna í landinum og fyri ikki at hava borið nóg skjótt at. 200 av teimum 2300 fólkunum, sum eru avbyrgd, eru á sjúkrahúsum, og 2100 fólk hava fingið boð um at vera heima við hús. Uttanríkisráðið í Suðurkorea upplýsir, at umleið 1900 skúlar hava latið aftur, tí stúrt verður fyri, at smittan skal breiða seg. Tá mamma og pápi, ella annað av teimum, hava ein rúsevnistrupulleika, er tað altíð børnini, sum vera rakt, bæði so og so. Hetta fylgir børnunum gjøgnum meginpartinum av lívinum, um tey ikki fáa hjálp. Hesi børn verða kallað Vaksin børn av alkohlokarum. Trupulleikin er til at basa, sigur Kristina Hermann, sálarfrøðingur, sum skal halda fyrilestrar um evnið vaksin børn hjá alkoholikarum Kristina Hermann hevur skrivað eina bók, du er ikke alene , sum viðgerð trupulleikan um vaksin børn hjá alkoholikarum les meira um bókina her Tað sigur sveisarin, Domenico Scala, í samrøðu við sveisiska dagblaðið Sonntagszeitung. Hann skundar sær tó at leggja aftrat, at enn eru eingi prógv funnin. Domenico Scala er settur á odda fyri nevndini, sum skal stjórna FIFA, til ein nýggjur forseti er valdur. Sepp Blatter, sum hevur verið forseti, boðaði herfyri frá, at hann fer at leggja frá sær. 14 núverandi og fyrrverandi FIFA limir og starvsfólk eru ákærd í USA fyri at hava tikið ímóti mutri. Málini ganga 20 ár aftur í tíðina, og tey snúgva seg um tilsamans 990 milliónir krónur Tey ætla sær niður á Fólkating at taka lut í og ávirka øll hugsandi mál, og ætla sær at vera røddin, sum ikki er í Danmark í dag. Í kvøld er tað Miðflokkurin, sum er í Andglettinum. Jensi av Rana, floksformaður hjá Miðflokkinum, og Bill Justiniussen, valevni hjá flokkinum, eru gestir í sjónvarpsstovuni klokkan 19 25 í kvøld. One World Trade Center hevur 104 hæddir, og tað tók 10 ár at byggja háhúsið One World Trade Center í New York, ið er bygt har World Trade Center stóð til álopini í 2001. Bygningurin varð liðugur í november 2014, og er bygdur í vestara partinum í økinum, har teir báðir bygningarnir, ið rapaðu í 2001, áður stóðu. One World Trade Center í New York er 546,2 metrar høgt, og er tað fjórð hægsta háhúsið í heiminum, nú háhúsið í New York er liðugt. Á eykaaðalfundinum fríggjadagin í næstu viku, skal støða takast til, um vindmyllurnar í Húsahaga skulu leggjast í eitt partafelag, sum orkufelagið Magn skal eiga ein triðing av. Avgerðin um partafeløgini varð útsett á aðalfundinum seinast í apríl. Á eykaaðalfundinum verða kommunurnar eisini kunnaðar um útbyggingina, ið skal gerast á motorverkinum á Sundi. Jarðfeingi hevur kravt, at tær fimm vindmyllurnar á Eystnesi skulu leggjast í eitt partafelag og tær 13 vindmyllurnar í Húsahaga skulu leggjast í eitt annað partafelag. Fyri at tað skal verða gjørligt at leggja vindmyllurnar í Húsahaga og Neshaga í partafeløg, er neyðugt at broyta viðtøkurnar fyri SEV. Tað hevur ongan týdning fyri SEV, um partafeløgini verða stovnað ella ikki, segði nevndarformaðurin, Jákup Suni Lauritsen eftir aðalfundin í apríl. Ein av viðtøkubroytingunum, sum skotið varð upp at fremja, var, at geva oljufelagnum Magn loyvi at eiga ein triðing av vindmyllulundini í Húsahaga. Tann spurningurin hevur heldur ikki stórvegis týdning fyri SEV, segði Jákup Suni Lauritsen, nevndarformaður, tá SEV hevði aðalfund í apríl. Í máltáttinum í dag, vísti Sonne Smith á, hvussu nógv góð orð eru á føroyskum, í staðin fyri at brúka keðiliga týdd donsk orð og aðrar útlendskar vendingar Fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur tað eydnast einum føroyskum liði at vinna seg upp um 16 stig í eini kapping í estetiskum fimleiki. Hetta hendi í sjálvum finaluumfarinum í heimsmeistarakappingini um vikuskiftið. Serian sæst her. Barba og Rakul eru venjarar hjá Team Aldu, sum fekk eitt sera gott úrslit hóast Team Alda bleiv aftast í finaluni. Team Alda tapti FM fyri Støkk, men í gjár fingu genturnar í HF víst hvat tær kunnu á einum góðum degi. Tá Livar Nysted fer at rógva úr Skotlandi til Føroyar um fáar vikur, so verður møguligt at stuðla einum dreingjaheimi í Kenya. Hetta verður gjørt í samband við eina innsavning har møguligt er at stuðla eina ávísa upphædd fyri hvønn fjóðring Livar og hinir á Avalon rógva. Eg vil altíð hjálpa øðrum, og eg havi tað soleiðis, at um man ikki kann hjálpa øðrum, so er tað síðsta í menniskjanum farið. Tað er kona mín, Svanna, sum hevur tikið felagskapin, NLAI inn í okkara heim. Hetta fyllir nógv heima við hús hjá okkum, og sjálvandi eg gera mítt fyri at stuðla verkætlanini hjá NLAI New Life Africa International . Bjørg av Rana, stovnari av føroyska felagskapinum, Næstin, er sera glað um at Livar hevur tikið stig til innsavningina. Hon heldur at alt ger mun, og føroyingar eiga longu stóra æru av stóra arbeiðinum sum er gjørt í Kenya. Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum, og Eiler Fagraklett, samskiftisráðgevi, meta um avrikið hjá umboðunum hjá Tjóðveldi. Færri íslendingar, 18 ár og eldri, roykja nú enn í 2012. 11,3 prosent roykja nú sammett við 14,2 í 2012. Og tað er serliga ungfólk, sum leggja av at roykja, meðan flestu roykjarar eru millum 40 og 50 ára gomul. Samstundis er samlaða nýtslan av snús og skrá vaksin, serliga millum tey ungu, sum nú roykja minni. Meðan nýtslan av snúsi og skrá í Íslandi er lækkað ella er hin sama, so er talið vaksið munandi fyri tey, sum eru millum 18 og 24 ára gomul. 23 prosent av teimum snúsa og skráa nú, sammett við 15 prosent í 2012. Ikki er loyvt at selja snús í ES, men íslendingar fáa hendur á tí í Skandinavisku londunum, sum eru uttanfyri ES ella hava undantak, tí talan er um mentan. Erla Kongsdóttir og aðrar manningar við kundu havt róð við 6 mannaførunum, um ikki tær skiftu til 5 mannaførini fyrr í vár. Avleiðingin er, at onki 6 mannafar er mannað við kvinnum í ár, og tí var tann róðurin heldur ikki á skránni á norðoyastevnu Hjá 10 mannaførunum var nakað av ruðuleika, stutt áðrenn Nólsoyingur skuldi á sjógv. Róðrarsambandið hevur ásett stranga reglugerð um, hvussu ein bátur skal verða útgjørdur, og beint sum nólsoyingar skuldu á sjógv, var greitt, at alt var ikki í tráð við reglurnar. Og so mátti berast skjótt at. Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýrisflokkinum, Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi og Poul Michelsen, formaður í Framsókn, hava boðað frá, at teir verða ikki við til døgurðan í Norðurlandahúsinum. Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, og Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, hava enn ikki tikið støðu. Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, hevur svarað Janusi Rein, løgtingsmanni, sum spurdi, um Føroyar kunnu vera við í stóru árligu evropeisku tónleikakappingini. Kringvarpið spurdi í 2010 um virknan limaskap í evropeiska public service felagsskapinum European Broadcasting Union EBU , sum krevst fyri at vera við í Eurovision Song Contest. Svarið var, at bara sjálvstøðug lond kunnu fáa limaskap. Bjørn Kalsø heldur tó, at til ber at sleppa av við hesa treytina, um nóg stór orka verður løgd í tað, møguliga saman við øðrum londum, sum stuðla Føroyum. Men tá krevst, at Kringvarpið av nýggjum søkir um virknan limaskap í EBU, sigur landsstýrismaðurin. Janus Rein spurdi Johan Dahl, landsstýrismann, hvussu nógvar krónur, Føroyar høvdu fingið burturúr teirri marknaðarføring, sum tað er at vera við í Eurovision Song Contest. Johan Dahl hevur ikki svarað enn. Tríggir dagar eru settir av til samráðingarnar, sum eru í Edinburgh. Føroyar hava formansskapin í hesum samráðingunum, og hetta er fimti fundurin um svartkjaftin síðani í oktober í fjør, tá Føroyar fingu formansskapin. Londini eru samd um alt viðvíkjandi svartkjaftinum uttan býtislykilin. Men hann er rættiliga avgerandi, tí býtislykilin sigur, hvussu heildarkvotan skal býtast millum londini. So leingi semja ikki er um býtislykil, ásetir hvørt landið sær sína kvotu. Svartkjafturin er væl fyri, og londini eru samd um, at heildarkvotan í ár er ein millión og 260.000 tons. Men londini eru als ikki samd um, hvussu nógv, hvørt landið eigur av heildarkvotuni. Ísland hevur tikið sær 215.000 tons í ár. Higartil eru fiskað 152.000. Íslendsk skip fiskaðu 94.000 tons av svartkjafti í føroyskum sjógvi í mai. Hóast Vinnumálaráðið sigur seg einki skeivt hava gjørt, tá eitt fulltrúastarv í Uttanríkistænastuni á Løgmansskrivstovuni varð sett, fer ráðið kortini at gjøgnumganga tilgongdir í sambandi við setanarmál generelt. Tað verður gjørt til tess at tryggja, at mannagongdir í setanarmálum eru neyvar og greiðar, ella viðurskifti eru, sum kunnu betrast, sum aðalstjórin, Bjørgfríð Ludvig, skrivar í brævi til Løgtingsins umboðsmann í gjár. Løgtingsins umboðsmaður fór av sínum eintingum undir at kanna starvssetanina í Uttanríkistænastuni. Vinnumálaráðið setti fólk í starvið, tí Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri, var ógegnig í málinum. Umboðsmaðurin vísti á eina viðmerking á Vágaportalinum um, at tann, sum fekk starvið, hevur tætt tilknýti til løgmansstjóran. Samstundis vóru aðrir umsøkjarar, teirra millum ein, sum var fyribilssettur í starvinum síðani á sumri 2011. Sólja í Ólavstovu, Løgtingsins umboðsmaður, bað síðani Vinnumálaráðið um at lata sær skjølini í málinum. Eftir at hava lisið skjølini, fekk Vinnumálaráðið boð um, at Umboðsmaðurin fór at kanna málið. Les niðurstøðuna hjá Løgtingsins umboðsmanni her letur upp í nýggjum kaga Skriv um setan av fulltrúa í uttanríkistænastuni í Løgmansskrivstovuni Løgtingsins umboðsmaður setti millum annað spurnartekin við, at ein deildarstjóri og ein ráðgevi á Løgmansskrivstovuni vóru í setanarbólkinum, hóast málið varð flutt haðani í Vinnumálaráðið. Niðurstøðan varð, at Løgtingsins umboðsmaður mikudagin í síðstu viku bað Vinnumálaráðið viðgera setanina av nýggjum. Tað vil Vinnumálaráðið ikki. Løgtingsins umboðsmaður ger ikki meira við málið. Arbeiðið at bora nýggja Viðareiðistunnilin gongur so mikið væl, at játtanin á fíggjarlógini hevur ilt við at fylgja við, skrivar Sosialurin. Samlaða játtanin er 162 milliónir krónur, og pengarnir eru játtaðir yvir fýra ár frá 2014 til 2017. Soleiðis eru 35,5 milliónir at brúka í ár, 47,5 milliónir næsta ár og síðstu 32 milliónirnar verða játtaðar í 2017. Jón Sigurdsson, stjóri í Articon, sum stendur fyri arbeiðnum at gera Viðareiðistunnilin, fær seg ikki til at trúgva, at tað kann koma uppá tal at steðga arbeiðnum. Í samrøðu við Sosialin vísir Jón sigurdsson á, at tað er rættuliga dýrt at steðga arbeiðnum fyri síðani at byrja aftur, tá játtan er tøk. Hann vónar tí, at ein loysn verður funnin, so arbeiðast kann út í eitt, til alt er liðugt. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjar og tunnilsmálum, sigur seg bara hava játtanina á fíggjarlógini at halda seg til. Skal játtanin til Viðareiðistunnilin flytast fram, so skal antin okkurt annað bíða ella veksur undirskotið á fíggjarlógini ta árið. Aðalmálið hjá felagsskapinum er, sum navnið sigur, at arbeiða fyri størri gjøgnumskygni. Transparency International Greenland hevur fylgt við gongdini og teimum mongu atfinningunum í samband við at grønlendska makrelkvotan skuldi býtast í ár. Hóast grønlendska fiskimálaráðið í tíðindaskrivi alment hevur boðað frá, at býtið er framt eftir objektivum og sakligum kriterium, so eftirlýsir felagsskapurin framvegis størri gjøgnumskygni. Vit vilja ikki sáa iva um hesar fortreytir, men heita á landsstýrið um at leggja tær alment fram, fyri á tann hátt at beina burtur allan iva, sigur Anita Hoffer, forkvinna í Transparency International Greenland, við blaðið Sermitsiaq . Grønlendski landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Karl Kristian Kruse, og ein annar leiðandi limur í Siumut flokkinum, Mikael Petersen, hava báðir tilknýti til eitt felag, KNT, sum hevur fingið 4300 tons av makrelkvotu frá grønlendska landsstýrinum. Sjálvur verjir Karl Kristian Kruse seg við, at hann einki hevur við felagið KNT at gera meira. Sambært landsstýrismanninum hevur sonurin tikið yvir ognarlutin í felagnum. Teir hava leigað sær eini hús í Selfoss, har teir eisini hava keypt sær fiskikort, ið gevur teimum loyvið at fiska síl í vøtnunum har í nánd. Í ár hava vit fiskað lítið, sigur Olivur Joensen. Teir hava fingið eini 60 70 síl, men tað er ikki nøktandi. Olivur heldur at tað er tann strangi veturin, sum er orsøkin til, at sílini ikki eru komin fyri seg enn. Sum sæst á myndinum er hetta ein ógvusligur fiskur, ikki ein laksur ella bleikja, men eitt vakurt vanligt síl, bara eitt av teim giga stóru skrivar Olivur Joensen á heimasíðuni hjá Norðlýsinum. Tað er løgreglan í Suðursjællandi og Lolland Falster, sum hevur handtikið tey 13 fólkini, eftir at Region Sjælland hevur meldað. Illgruni er um, at fólkini hava verið partur av mutri, tá Region Sjælland skuldi keypa kt útgerð. Tey handtiknu eru starvsfólk í Region Sjælland, starvsfólk hjá tveimum kt fyritøkum og eitt starvsfólk hjá dansku Ríkisløgregluni. Fyrrapartin hevur danska løgreglan gjørt húsarannsóknir á 17 adressum ymsastaðni á Sælandi. Hald er lagt á kt útgerð og annað, sum veður mett at hava týdning fyri kanningararbeiðið. Danska løgreglan hevur í løtuni ikki fleiri viðmerkingar. Sambært danska kringvarpinum metir løgregluovastin Lene Franck tó málið at vera sera álvarsamt. Ikki eru teir á einum máli um politik. Onkur teirra heldur, at sjálvandi skulu føroyingar hava umboð í Fólkatinginum, meðan aðrir siga kortanei. Løgmaður er vertur fyri døgurðan, sum verður í Norðurlandahúsinum mikukvøldið 17. juni klokkan 19. Millum tey innbodnum eru formenninir í øllum politisku flokkunum. Júst tá mikukvøldið klokkan 19 verður eisini formansumfar millum somu floksformenn beinleiðis í sjónvarpinum her í Kringvarpinum. Sambært Liljuni Weihe, tíðindaleiðara, ber ikki til at flyta kjakið millum floksformenninar. Í Degi og Viku í gjárkvøldi søgdu formenninir í Sjálvstýrisflokkinum, Javnaðarflokkinum Tjóðveldi og Framsókn, at teir fara ikki til døgurðan fyri drotningini. Formenninir í Fólkaflokkinum og Miðflokkinum høvdu í gjár ikki tikið støðu til, um teir fara til døgurða ella formansumfar. Kaj Leo Holm Johannesen sigur við útvarpið í dag, at hann nú fer at royna at flyta døgurðan fyri Margrethu Drotning. Eg havi biðið mína umsiting kanna, um tað ber til at flyta døgurðan til klokkan 21, soleiðis at floksformenninir kunnu vera við til formansumfarið og síðani døgurðan, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. Danska Bygningsstyrelsen og Tórshavnar kommuna eru ikki enn vorðin samd um prísin fyri bankabygningin í Húsagøtu í Havn, sum ætlanin er at keypa til politiið í Føroyum. Hjá Bygningsstyrelsen vilja tey bara siga, at tey tosa framvegis við Tórshavnar kommunu um BankNordik bygningin. Mannagongdin er tann, at Bygningsstyrelsen keypir, og síðani leigar politiið frá Bygningsstyrelsen. John Kølbæk, fúti, sigur, at bygningurin hjá BankNordik í Húsagøtu er væl egnaður sum poltistøð, men neyðugt verður at byggja eina hædd omaná. Hann heldur ikki, at nógva ferðslan í R.C. Effersøesgøtu verður nøkur forðing, tá politið skal av stað í skundi. Eina ferð var ætlanin, at byggjast skuldi ein fyribils politistøð við Karla Magnusarbreyt í Hoyvík, men tann ætlanin er slept fyribils. Tórshavnar kommuna keypti fyri góðum tveimum árum síðani bygningarnar hjá BankNordik. Bygningurin í Húsagøtu kostaði 40 milliónir krónur. Ásmund hevur síðan sjeytiárini havt áhuga fyri, hvussu El Ni o ávirkar botnfiskastovnarnar í norðurhøvum, og líka síðani hevur hann fylgt væl við hesum veðurfyribrigdi. El Ni o er eitt veðurfyribrigdi, sum hevur verið kent í túsund ár. El Ni o byrjar altíð við óvanligum hita í tropiska økinum í Kyrrahavinum, yvir ímót Australia og norður ímóti Borneo, Sumatra og síðani yvir aftur ímóti Mið og Suðuramerika. Sjógvur og luft blíva so ógvusliga upphitað, at bæði fiskur, korallir og onnur havdjór doyggja, um tey ikki klára at flýggja í kaldari sjógv vatn. gvusligast í 1983 Í 1983 kom hækkaði hitin á fleiri støðum í Kyrrahavinum við 7 stigum í mun til meðalhitan. Tó tann mest vanliga upphitingin av El Ni o er umleið 2 4 stig. Og hevur hetta ávirkan á veðrið um allan heim, eisini í Føroyum. Serliga er tað lágtrýstini ið verða ávirkaði. Tá ið El Ni o herjar, so ferðast lágtrýstini sunnanfyri Føroyar, meðan tá ið tað mótsatta La Ni a herjar, so ferðast lágtrýstini vestan fyri Føroyar. Ávirkar botnfiskastovnarnar við Føroyar Verður hugt at hagtølunum, so vísa tey, at tá ið El Ni o herjar, so er góður fiskiskapur eftir botnfiski við Føroyar. Sum hesi tølini vísa Í hesum sama tíðarskeiði hava eisini verið fleiri veikari El Ni o. Tey árini, tá El Ni o hevur ligið í dvala og La Ni a hevur herjað, hava verið vánalig til fiskiskap við Føroyar, sigur Osmund Justinussen. Á onkrum lista er styttri millum kvinnuligu valevnini, meðan tað er longri millum kvinnurnar, ið stilla upp til fólkatingsvalið, hjá onkrum øðrum, politiskum flokki. Hjá tveimum flokkum er helvtin av teimum uppstillaðu kvinnur, hjá trimum øðrum flokkum eru ongar kvinnur á listanum yvir valevni, ið bjóða seg fram til fólkatingsvalið 2015. Tilsamans eru 62 fólk stillað upp til fólkatingsvalið, av teimum 18 kvinnur. Umroknað svarar tað til, at 29,03 prosent av teimum uppstillaðu eru kvinnur. Vit vænta, at Gilli kann menna seg nógv her hjá okkum. Hann er ein sera skjótur leikari, og tað er trupult hjá øllum mótstøðuleikarum at spæla ímóti honum, siigur Allan Gaarde við heimasíðuna hjá Aab. Frágreiðingin hjá Løgtingsins umboðsmanni fyri 2014 er í dag handað formansskapinum hjá Løgtinginum. Í frágreiðingini sæst, at umboðsmaðurin fekk 79 klagur í 2014 tað eru umleið 20 prosent fleiri samanborið við 2013. 1. oktober 2014 kom broyting í lógini um Løgtingsins umboðsmann í gildi, har umboðsmaðurin skal tryggja og hava eftirlit við implementeringini av ST Barnasáttmálanum, herundir rættindum hjá børnum, soleiðis at føroyskir myndugleikar lúka skyldurnar sambært sáttmálanum. Í sambandi við at børn hava fingið møguleika at klaga til umboðsmannin, um tey halda seg verða skeivt viðfarin, fekk umboðsmaðurin eina nýggja heimasíðu, sum beinleiðis vendir sær til børn og ung. Løgtingsins umboðsmaður hevur eftirlit við, at myndugleikarnir ikki gera mistøk ella vanrøkja skyldur sínar, og at almenna umsitingin ikki fremur órætt ímóti einstaka borgaranum. Ein og hvør kann klaga til umboðsmannin og tað er ókeypis. Frágreiðingin verður latin løgtingsmonnum, landsstýrinum, øðrum almennum myndugleikum og fjølmiðlunum. O rð og fyribrigdi sum tvørkynd, drag queen, transvestitt, intersex, queer, drag king, cross dresser, kynsligur samleiki og sannføring fara hesar dagarnar at fáa sakliga, virðiliga og undirhaldandi viðgerð, skriva fyrireikararnir í tíðindaskrivi. Í útvarpsstovuni, at meta um avrikið hjá Miðflokkinum, eru Sveinur Tróndarson, blaðstjóri á Dimmalætting og Laufey Blaasvær, samskiftisráðgevi, sum bæði hava holla vitan innan miðlar, politikk og samskifti. Heini Reinert og Ása Johannesen eru samd um at eingin Gud er og eru limir í felagnum, Gudloysi. Gudloysi hevur eina virkna heimasíðu og eisini eina facebook síðu, sum útivið 900 fólk dáma. Tey halda ikki at føroyska samfelagið hevur trúarfrælsi, sum Grundlógin, evsta lóg leggur upp til. Hetta siga tey, tí at kristindómurin er kjølfestur í okkara samfelagi, og tí ávirkar rættin at liva frælst. Tey halda ikki bert at tað eru gudloysingar, sum eru fyri mismuni, men eisini tey sum hava aðra trúgv enn kristindómin. Tá Heini Reinert verður spurdur hví hann ikki trýr uppá Gud, so vendir hann spurningin á og spyr, hví hann skal trúgva. Hann heldur ikki at tað finnast nøkur prógv og argument fyri at Gud er til. Ása Johannesen sigur at hon ikki trýr uppá nakað ónatúrligt. Men hvat er so natúrligt verður hon spurd, og svarið hjá Ásu er, nakað sum er her. Tey nevna fleiri dømi um hví okkara samfelag ikki hevur trúarfrælsi, og siga eisini hvørjar broytingar skulu til soleiðis at gudloysingar fáa somu livirættindi í føroyska samfelagnum sum kristin fólk hava. Hoyr samrøðuna við Heini og Ásu omanfyri Uni R. Debess, sum er sonur Per Debess, sála, sum var onnur helvtin í duettini, og Edvard Nyholm Debess, bróðir Per,fara at framføra sangirnar saman við øðrum tónleikarum. Debess og Petersen Per Nyholm Debess og Kári Petersen kári p. góvu tíðliga í 70 árunum út tvær EP plátur, sum hava eina serliga støðu í føroyskum tónleiki. Tiltøk verða fríggjadagin, 24. juli, leygardagin 25. juli og mánadagin 27. juli verður Farpe Pride skrúðgongan, har gingið verður oman á Skálatrøð í Havn og har verður ókeypis Pride konsert, skriva fyrireikararnir í tíðindaskrivi. Kappróður er aftur á skránni leygardagin. Hesaferð í Kollafirði, og 53 bátsmanningar hava boðað frá luttøku, sambært startrøðini, sum Róðrarsamband Føroya nú hevur sent út. Tey 12 børnini hjá Elsebeth og Magnusi Olsen í Rituvík, sum var ein kendur skipari tá í tíðini, eru nú elsti systkinaflokkur í heiminum. Tað hevur Guinness givið familjuni váttan um í dag. Øll 12 eru á lívi og 27. august í fjør vóru tey tilsamans 1025 ár og 41 dagar gomul. Samanlagt eldast tey 12 ár um árið, so nú eru tey umleið 1035 ár tilsamans. Tann elsti, Magnus Salomon, er føddur 30. oktober 1920 og er sostatt 94 ára gamal, og yngstur í stóra systkinaflokkinum er Arne Kartin, sum er føddur 30. juli 1938 og er 76 ár. Fyri mítt viðkomandi er einki broytt. Tað skal meira enn hetta til at fáa meg upp at flákra, tí vit hava einki gjørt fyri tað sjálvi, sigur Amy Tausen, sum er eitt av teimum 12 systkjunum úr Rituvík. Tað ger hesa serligu søgu ikki minni sermerkta, at pápin, Magnus í Rituvík, doyði longu í 1940, tá tann yngsti bara var tvey ára gamal. Tað gjørdi, at Elsebeth var einlig mamma við 12 børnum undir krígnum. Vinnumálaráðið hevur spurt íslendsku ferðavinnuna, um hon hevur nakra meting um, hvussu stórt marknaðarvirði íslendska luttøkan í Eurovision hevur fyri Ísland. Stutta svarið var, at tey ongantíð hava gjørt slíkar útrokningar, og at tey heldur ikki hava hoyrt um onnur lond, sum hava gjørt tað. Tað sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, í svari til Janus Rein, løgtingsmann. Landsstýrismaðurin sigur, at tað er nærum ómøguligt at siga, hvussu stóra beinleiðis ávirkan marknaðarføringin í sambandi við Eurovision hevði havt á føroyska ferðavinnu og tónleik. Bara sjálvstøðug lond sleppa at vera við í Eurovision Song Contest, tí, sum fyrr var Melody Grand Prix, og tí sleppa Føroyar ikki at vera við har. Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, hevur eisini svarað Janusi Rein, løgtingsmanni, sum spurdi, um Føroyar kunnu vera við í stóru árligu evropeisku tónleikakappingini. Kringvarpið spurdi í 2010 um virknan limaskap í evropeiska public service felagsskapinum European Broadcasting Union EBU. Slíkur limaskapur krevst fyri at vera við í Eurovision Song Contest. Svarið var, at bara sjálvstøðug lond kunnu fáa limaskap. Bjørn Kalsø heldur tó, at til ber at sleppa av við hesa treytina, um nóg stór orka verður løgd í tað, møguliga saman við londum, sum stuðla Føroyum. Men tá krevst, at Kringvarpið av nýggjum søkir um virknan limaskap í EBU, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður. Tað var á norðoyastevnu, at Róðrarsambandið legði manningina á 10 mannafarinum Nólsoyingi undir at hava brotið reglurnar viðvíkjandi báti og trygd. Tað snýr seg um ein lista hjá lærmonnunum á Nósloyingi, sum teir, beint undan róðrinum, vórðu bidnir um at taka av, tí hann var ólógligur. Nevndin í róðrarsambandinum biður manningina á 10 mannafarinum Nólsoyingi um umbering, tí manningin av órøttum var løgd undir at hava brotið reglurnar viðvíkjandi báti og trygd. Tað snýr seg um ein lista hjá lærmonnunum á Nósloyingi, sum teir, beint undan róðrinum, vórðu bidnir um at taka av, tí hann var ólógligur. Men nú skrivar Róðrarsambandið, at listin hjá lærmonnunum á Nólsoyingi, sum alt kjakið snúði seg um, var als ikki ólógligur, sum tað annars var borið fram av Róðrarsambandinum. Róðrasambandið skrivar víðari At listin mátti takast úr bátinum, man heilt sikkurt hava órógvað manningina á Nólsoyinginum sera nógv í róðrinum hendan dagin, og tað harmast nevndin í Róðrarsambandinum um. Men gjørt er gjørt, og nevndin kann ikki annað enn læra av hesum og syrgja fyri, at sama mistak ikki hendir aftur. Tórbjørn Jacobsen gjørdist í gjár formaður í Demokratia. Hann tekur við eftir Siggu Óladóttur Joensen, sum vildi sleppa úr forkvinnusessinum, stendur á heimasíðuni hjá Demokratia. Meiningin við kórinum var at fáa lurtararnar við í eina verkætlan, sum snúði seg um eitt kór við 20 30 fólkum, sum skuldi venja í eitt stutt tíðarskeið. Bert minuttir aftaná at morgunsendingin hevði avdúkað verkætlanina við einum morgunkóri, sum Sigrið Sivertsen fór at leiða komu teldupostar sendandi úr øllum landinum. Áhugin var so stórur at Sigrið og morgunmanningin valdi at gera eitt kempi stórt kór í staðin. Omanfyri 90 fólk sluppi við og mánakvøldið 16 februar vandi kórið fyri fyrstu ferð. Og nú 14 vikur seinni hevur kórið vant fyri seinastu ferð, sum partur av verkætlanini. Fríggjakvøldið klokkan20.15 í Kringvarpinum fer Morgunkórið at framføra seks sangir. Men hugurin at halda fram er stórur millum kórlimirnar og eisini hjá kórleiðaranum. Tískil bendir alt á at Morgunkórið, sum bert var ein verkætlan er komið fyri at vera. Morgunsendingin var við til ta seinastu venjingina mánakvøldið, og hitti Sigrið Sivertsen, kórleiðara aftaná venjingina á Reinsarínum. Javnaðarflokkurin er ein sosialdemokratiskur flokkur, ið byggir á tey trý týdningarmiklu grundvirðini frælsi, javnstøðu og samhaldsfesti. Javnaðarflokkurin ynskir eitt trygt og rættvíst samfelag og ein rættvísan heim uttan fátækt. Ein heim við friði og umhvørvisligari javnvág grundað á burðardygga menning. Flogfelagið, Lufthansa, sendi mikunáttina kisturnar við jarðligu leivdunum av teimum 44 týskum ferðafólkum sum vóru við flogfarinum, ið datt niður í Alpunum úr Marseille í Fraklandi til D sseldorf í Týsklandi. Nú vóna vit, at tey avvarðandi kunnu fáa frið, sigur Elmar Giemulla, sakførari, ið er talsmaður fyri nakrar av familjunum, sambært BBC News. Millum líkini av teimum 44 ferðafólkunum ið komu til Týskland í nátt, vóru 15 miðnámsskúlanæmingar, ið komu úr vesturtýska býnum, Haltern, skrivar The Globe and Mail . Hildið verður, at Andreas Lubitz, ið var stýrimaður á ferðini, stongdi flogskiparan úti úr stýrihúsinum, og við beráddum fleyg ferðafólk og manning í deyðan í Alpunum 24. mars. Tilsamans doyðu 150 ferðafólk og manning, tá Germanwings flogfarið datt niður í Alpunum har suðuri í Fraklandi fyri nú ellivu vikum síðani. Guinness metfelagsskapurin viðurkendi í gjár 12 systkin úr Rituvík sum heimsins elsta systkinaflokk. Tey 12 systkini úr Rituvík eru nú tilsamans 1035 ár. Í oktober 2010 var Tórður Mikkelsen í føðingardegi, tá tann elsti av teimum 12, Magnus Salomon, fylti 90 ár, vanliga nevndur Maggi. Seinnapartin fara politisk valevni at kjakast um handilsvirðurskifti Føroya við umheimin, og hvussu tey kunnu bøtast og framtíðartryggjast. Tað verður í Radaranum klokkan fimm minuttir yvir fimm, har orðaskifti eisini verður um blokkstuðulin, og hvønn leiklut hann eigur at hava í føroyska búskapinum, um nakran. Rodmundur Nielsen er ikki longur valevni hjá Fólkaflokkinum. Hann boðaði frá um vikuskiftið, at hann vildi sleppa av aftur listanum, sigur Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins. Orsøkin er, at Rodmundur Nielsen hevur so nógv at gera í dagliga yrki sínum sum vinnulívsmaður, at hann ikki stillar upp til fólkatingsvalið kortini. Vit høvdu væntað, at tað bar til at skipa fyri fólkatingsvali og drotningavitjan samstundis. Tað er nú nógv, ið bendir á, at tað ikki letur seg gera. Fyri at tryggja ta virðing, sum sømir seg einari drotningavitjan, verður vitjanin tískil útsett, sigur løgmaður. Tað harmar meg, tí kring alt landið hava nógv fólk kýtt seg fyri at tryggja drotningahjúnunum eina sømiliga vitjan, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður. Løgmansskrivstovan hevur í dag kunnað avvarðandi partar, sum hava verið við til at fyrireika vitjanina. Nær drotningahjúnini so koma til Føroya, er ikki greitt enn, sigur Løgmansskrivstovan í fráboðan á heimasíðuni. Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum, og Eiler Fagraklett, samskiftisráðgevi, meta um avrikið hjá umboðunum hjá Tjóðveldi. Báðir hava teir holla vitan um miðlar, politikk og samskifti. Tað hevur verið ein sera long tilgongd at fáa metið góðtiki sigur Magnus Tausen. Magnus er sonur Amy Tausen, sum er ein av teimum tólv systkinunum, sum í gjár fingu boð um at tey hava skrivað Guinness rekord. Metið er at vera tann elsti systkinaflokkurin í heiminum. Tey eru tilsamans 1025 ár og 41 dagar, sigur teljingin sum er frá august í fjør. Magnus Tausen heldur at familjan hevur dugað sera væl at verið saman og tey hava hildið sær væl. Bæði í tí andaliga lívinum, men eisini tá tað viðvikur heilsu. Forkvinnan í arkitektafelagnum, Heidi Poulsen, sigur, tað er ein størri trupuleiki, at kirkjur ikki verða til nakað, enn at treytirnar fyri arkitektakappingini verða broyttar. Upprunaliga freistin, at lata inn uppskot til Kirkjuna á Argjum, var 4. juni. Nú verður verður sagt, at freistin at lata inn uppskot til arkitektakappinina um mentamálaráðið kann góðkenna uppskotið og broytingarnar annars verður fyrst í september. Lomvigastovnurin fór av álvara at minka í 60 árunum og fyrst í 70 árunum góvust skúvoyingar at ræna lomvigaregg, sum høvdu havt ein ávísan týdning fyri húsarhaldini og búskapin hjá skúvoyingum. Í 1973 fingu teir meire enn 4000 egg, men í 1987 var talið millum 2 og 3000 egg. Fyrst í 1990 árunum rændu teir fyri seinastu ferð. Í meira enn 10 ár var blokkstuðulin úr Danmark frystur, men undir verandi samgongu er hann aftur vorðin prístalsviðgjørdur. Røddir eru frammi um, at blokkstuðulin eigur at vaksa, og at heilsuverkið í Føroyum í størri mun eigur at verða fíggjað úr Danmark. Hinvegin siga onnur, at blokkstuðulin skaðar marknaðarmekanismurnar í Føroyum, og at hann sum skjótast eigur at burturbeinast. Edmund Joensen úr Sambandsflokkinum, Magni Arge úr Tjóðveldi, Karlot Hergeirsson úr Framsókn og Zakarias Wang, uttanflokkaumboð, skifta orð um blokkstuðulin. Næstan alt, vit brúka í Føroyum, innflyta vit, og næstan alt, vit framleiða, útflyta vit. Føroyar hava ein av heimsins mest opnu búskapum, og tí eru góð handilssambond við umheimin ein fortreyt fyri framburði her. Men eru handilsavtalurnar við onnur lond og felagsskapir nóg góðar, og gongur nóg skjótt at fáa nýggjar avtalur gjørdar í einum broytiligum heimi Í øðrum parti av sendingini kjakast Eyðgunn Samuelsen úr Javnaðarflokkinum, Jacob Vestergaard úr Fólkaflokkinum, Pól Jákup Poulsen úr Sjálvstýrisflokkinum og Bill Justinussen úr Miðflokkinum um, hvussu handilsviðurskifti Føroya við umheimin kunnu bøtast og framtíðartryggjast. Ætlanin er at keypa bygningin til politiið í Føroyum at leiga. Hjá Bygningsstyrelsen vilja tey bara siga, at tey tosa framvegis við Tórshavnar kommunu um BankNordik bygningin. Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at bygningurin er mettur at vera verdur 46 milliónir krónur Kommunan hevur einki goldið fyri hann enn, tað verður ikki fyrr enn næsta ár. Bygningsstyrelsen ætlar at byggja eina hædd oman á bygningin. Fyri at kunna halda byggistigið, noyðist Bygningsstyrelsen eisini at keypa tveir matriklar við bygningin, annan frá Fiskimálaráðnum og hin frá kommununi. Kommunan keypti fyri góðum tveimum árum síðani fýra bygningar í Havn frá BankNordik fyri 92 milliónir krónur Talan er um bankarnar í Niels Finsensgøtu og Húsagøtu og bygningarnar sunnan fyri bankan í miðbýnum, har sum Guðrun og Guðrun og Skyn eru. Heðin Mortensen sigur, at kommunan miðar eftir at fáa tað sama fyri bygningin, sum hann kostar kommununi. Kommunan skal ikki hava útreiðslur av bygninginum. Virðismetingin, sum er gjørd fyri kommununa, sigur 46 milliónir krónur Bygningsstyrelsen hevur eisini fingið bygningin virðismettan. Heðin Mortensen sigur seg ikki vita, hvat tann metingin sigur. 15.633 fólk í Føroyum íðka ítrótt, sigur ÍSF, sum hevur kunngjørt frágreiðing um umstøðurnar hjá øllum ítróttargreinum í Føroyum, og hvussu nógv fólk íðka hvørja ítrótt. Nógv best umtóktu ítróttargreinarnar eru fótbóltur, handbóltur og fimleikur. 4.733 fólk sparka, 3.617 spæla handbólt og 2.068 gera fimleik. Frágreiðingin hjá ÍSF sigur eisini, at í Føroyum er eingin bogaskjótibreyt, eingin altjóða golfvøllur, eingin judohøll og eingin borðtennishøll. Jákup Hansen fegnast øll árini hann hevur verið í starvi hjá Strandfaraskipum landsins. Hann heldur at tað besta við starvinum er sosiali parturin, tí man møtir so nógvum fólkum. Nógv fólk møttu til hátíðarhaldið, sum var umborð á Smyrli í gjár. Fólk fluttu fram røðu og orkestrið, Ælabogin spældi. Sí myndir frá degnum. Morgunsendingin var við til hátíðarhaldið og tosaði við Jákup Hansen, beiggjan, Hans Hansen og Erland Mørkøre, skipara og starvsfelaga. Hoyr reportasjuna frá stóru løtuni hjá Jákupi Hansen. Politisk yrkisleið Fyrstu ferð uppstillaður í 1988 til løgtingsval havi eisini verið uppstillaður til hvørt fólkatingsval síðani tá Fyrstu ferð á tingi frá aug. 1989 til nov. 1990 sum varamaður fyri Olaf Olsen. Annars á tingi í styttri og longri tíðarskeið gjøgnum nítiárini sum varamaður fyri Olaf Olsen og 1994 1998 fyri Kjartan Joensen. Tilsamans sitið millum tvey og hálvtriðja ár á tingi, áðrenn eg varð valdur tingmaður 1998 Kjartan Hansen fer at greiða eitt sindur frá síni verkætlan Terrysa saga, har hann, úr sjónarhorninum hjá klovninum Terry, finnur eina nýggja verð í føroyskari søgu, og á tann hátt gevur okkum ein nýggjan og ósjálvhátíðarligan spegil at síggja okkum sjálv og søgu okkara í. Oen var professionellur svimjari og vann heiðursmerki bæði í OL, HM og EM. Mánaðirnar áðrenn hann doyði, varð hann viðgjørdur fyri pínu í økslini. Líkskoðanin staðfesti, at Alexander Dale Oen hevði havt ein blóðtøpp í hjartanum 3 4 mánaðir áðrenn hann doyði og at pínan í økslini sannlíkt hevði Hetta kann vera sera álvarslig sjúka, um hon ikki verður staðfest. Er hon hinvegin staðfest, so ber við fyribyrgjandi viðgerð til at liva uttan øktan vanda fyri hjartatilburði. Ættar hyperkolesterolemi er arvalig sjúka, sum frá føðing hevur við sær sera høgt kolesterol í blóðinum. Um sjúkan ikki verður viðgjørd, so er ein munandi øktur vandi fyri at fáa æðrakálking á ungum árum, sum kann hava við sær blóðtøpp í hjarta ella í heilan og deyða. Tað ber til at kanna fólk fyri ættar hyperkolesterolemi við at kanna kolesterelinnihaldið í blóðnum við blóðroynd og síðani at gera eina medisinska útgreining. Rudi Kollslíð hjartalækni á Landssjúkrahúsinum er fyri kortum farin undir ph.d.verkætlan um júst ættar hyperkolesterolemi í Føroyum við stuðli úr Granskingargrunninum. Hóast talið av fólki við sjúkuni í Føroyum ikki er kent, so bendir gjøgnumgongd av kolesteroltølum hjá umleið 20.000 fólkum í Hon fer í næstum undir at leita eftir føroyingum við ættar hyperkolesterolemi við at kanna skráir við blóðroyndum, reseptum og sjúkuavgerðum. Tey fólkini, sum verða funnin umvegis hesar skráir, verða boðin til kanningar fyri at kanna um tey hava ættar hyperkolesterolemi. Hava tey tað, so verða Øll sum fáa staðfest sjúkuna fara at fáa tilboð um medisinska viðgerð og uppfylgjandi kanningar, tá eitt ár er farið, fyri at kanna ávirkanina av medisinsku viðgerðini. Mett verður, at staðfesting av sjúkuni og fyribyrgjandi viðgerð hevur stóran samfelagsligan týdning, bæði fyri heilsustøðuna hjá fólki og búskaparliga. Útbúgving Útbúgvin Cand.mag í Miðlavísindum við serligum denti á leiðslu og nýggjar miðlar. Lisið á Aarhus Universitet, Københavns Universitet og Dublin City University. Arbeiðsroyndir Samskiftisfólk í Tórshavnar kommunu 2013 . Givið út bókina EXIT Føroyar saman við Hera á Rógvi 2012 . Givið út bókina Valið og Valdið ein tvørskurður av løgtingsvalinum 2011 saman við Stefani í Skorini 2011 Arbeiðsroyndir Arbeiðsmaður og sjómaður 1987 1991, skrivstovulærlingur á Dómaraskrivstovuni 1993 1995, skrivstovustørv Dómaraskrivstovan og Sjóvinnufyrisitingin 1996 1999, grannskoðari Spekt KPMG 1999 2008, borgarstjóri í Sjóvar kommunu 2009 2015 Politisk yrkisleið Kommunustýrislimur Sjóvar kommuna 2001 2005, borgarstjóri í Sjóvar kommunu 2009 2015, nevndarlimur í Eysturoyar Javnaðarfelag frá umleið 2000 Arbeiðsroyndir Kommunumaður, postboð, sjónleikari, tíðindamaður, sjálvstøðugur vinnurekandi, lýsingarmaður, lærari, embætismaður, politikari Arbeiðsroyndir 1987 2001 Lærari og økisleiðari á HT útbúgvingini á Tekniska skúla í Klaksvik, 2001 2003 Deildarstjóri fyri vinnu og miðnámsskúlar í Mentamálaráðnum, 2003 dd Lærari og økisleiðari á HT útbúgvingini á Tekniska skúla í Klaksvik farloyvi síðan februar 2008 Politisk yrkisleið 1998 2011 býráðslimur, forkvinna í sosialu nevnd 2001 2004 2007 Forkvinna í Demokratia 2008 dd løgtingskvinna 2008 februar september forkvinna í fíggjarnevndini 2012 Næstforkvinna í Javnaðarflokkinum Politisk yrkisleið Landsstýrismaður í Heilsumálum juli 2009 februar 2011, Landsstýrismaður í Fíggjarmálum februar 2011 november 2011, Formaður í Javnaðarflokkinum síðani mars 2011, Løgtingsmaður 2011 Arbeiðsroyndir Føroya Tele 2011 2015, Voluntørur í Kambodja 2009 2011, Eik 2008 2009, Kaupthing 2007 2008, Lærari í Eysturskúlanum 2005 2007, Trúboðari í Heimamissiónini 2005 2007 Arbeiðsroyndir 1999 2008 Floksskrivari hjá Sambandsflokkinum, 1992 1999 Arbeiddi við sjónbandaframleiðslu og hevði eisini onnur arbeiði við síðuna av tí Politisk yrkisleið Løgtingsmaður síðani 2008, limur í Uttanlandsnevndini, limur í Norðurlandaráðnum, limur í løgtingsins Trivnaðarnevnd 2008 2011, formaður í landsstýrismálanevndini 2010 2011, havi harumframt verið limur í Stjórnarskipanarnevndini og politiska fylgibólkinum viðvíkjandi nýskipan av pensjónsøkinum 2008 2011, 1999 2008 Floksskrivari hjá Sambandsflokkinum Arbeiðsroyndir Skipsførari 2014 , yvirstýrimaður 2010 2014, fyrsti stýrimaður 2004 2010, annar stýrimaður 1999 2004, Vinnuháskúlin 1996 1999, frá 10. Flokki í fólkaskúlanum til 1996 siglt sum dekkini og matrósur við føroyiskum fiskiskipum og og donskum farmaskipum. Inní millum tvey skeið á donskum sjófartsskúla Politisk yrkisleið Løtingsval 2002 fyri Fólkaflokkin, kommunuval Tórshavn 2008 fyri Fólkaflokkin, løgtingsval 2011 fyri Framsókn, kommunuval Tórshavn 2012 fyri Framsókn Arbeiðsroyndir 1989 1990 Sjómaður og timburmaður, 1993 2001 grannskoðari, 2001 2004 fíggjarleiðari, 2007 2010 stjóri, 2010 2015 fíggjarstjóri 2005 Stovnaði saman við øðrum Amplexa Genetics A S í Odense, sum er eitt Gen test og analysu laboratorium, har eg var nevndarlimur til sept. 2008 1996 2002 J. Marr Seafoods A. Marr, Int. leiddi móðurskipsvirksmið í Føroyum 1996 og síðan økisleiðari umboð fyri norðuratlantshavið viðvíkjandi sourcing og inspektión av fiskavørum frá hesum økinum , serliga frá russiskum uppisjóvarskipum og føroyskum skipum og virkjum. 1994 1996 búsitandi í Skotlandi stjóri í Nasco Ltd. og umboð fyri A.Marr Int. J.Marr Seafoods sum eg havi samstarvað við síðan 1991 1992 1994 Stjóri í Marcon Aps. København og partnari í dóttirfelagnum Nasco Ltd. Skotlandi søla av útgerð og maskinum til fiskivinnnuna og fiskasølu 1990 1992 Marketingsstjóri hjá Dantech Danish Technology Center,Holte Dantech gjørdi lidnar fabriksloysnir turn key projektir til vinnuna world wide ídag er tad cleantech , reinsianlegg til fabrikkir osfr. 1981 Faroe Ship København, starvaðist inn avgreiðslu og speditíón ,fyri at fáa vitan og innlit um hetta økið . Gekk hetta tiðarskeið á kvøldskúla á merkonom i fakunum Virkibúskapur og Organisation á Handilsskúlanum í Keypmannahavn, men avsluttaði ikki, orsakað at eg tók við starvið í Føroyum i byrjanini av 1982 1976 1977 Royndi sjólívið við deksbátum og sigldi við Smyrli í uttanlands summarsiglingini sum pantry maður og bartendari. Arbeiddi eisini sum krambakallur i 7 mánaðir hjá N.J. Mortensen,Tvøroyri Landsstýrismaður við Vinnumálum 2008 2015 Landsstýrismaður i bæði Vinnu og Fiskivinnumálum frá vári 2011 til valið á heysti 2011 i minnilutastjórn Verið limur i Figgjarnevnd løgtingsins, Trivnaðarnevnd løgtingsins og bæði vanligur limur og eisini Formaður i Vinnunevnd løgtingsins og Uttanlandsnevnd løgtingsins i løgtingamannaskeiði minum. Eg trúði ikki, at tað gekk fyri seg mitt í býinum, sigur Heini í Skorini, og sipar hann til torgið, har bloggarin Raif Badawi verður pískaður 50 ferðir hvønn fríggjadag. Raif varð dømdur 1000 pískasløg, 10 ára fongsulsrevsing og milliónir í bót, fyri at hava kritisera Saudi Arabisku kongafamiljuna og trúnna í landinum. So nú verður hann pískaður hvønn fríggjadag, 50 ferðir hvørjaferð, til hann hevur fingið tilsamans 1000 sløg. Tað er stórt trýst frá altjóða mannarættindinastovnum um at ógylda dómin, men hægstirættur í Saudi Arabia hevur júst staðfest dómin, fortelur Heini. Eg var eisini og vitjaði ein ministara í Saudi Arabia, og har var marglæti sum eg ongantíð havi sæð tað fyrr, fortelur Heini. Gull, silvur, Ferrari, hvør tað einasta ting inni í húsinum var tað reina luksus. Kvinnur hava ongi rættindi í Saudi Arabia, sigur Heini. Tær hava ikki loyvið at koyra bil og um tær fara út, skulu tær ganga í burka. Heini var í Saudi Arabia, har hann var við til ein ST fund um talufrælsi. Hetta er liður í ph.d. gransking hjá Heina, um religión og altjóða talufrælsi. Tað var umvegis Dansk Institut for Menneskerettigheder, at hann var boðið til henda fundin í Jeddah, Saudi Arabia. Sambært Vinnuvitan var Atlantic Petroleum í gjár bara vert 117 milliónir krónur, hóast roknskaparliga eginognin í felagnum var 423 milliónir krónur við ársbyrjan 2015. Tá kursurin hjá Atlantic Petroleum var hægstur, var hann 2.415 krónur. Tað var í 2007. Nú er hann bara eitt prosent av søguliga høga kursinum, skrivar Vinnuvitan. Ben Arabo er stjóri í Atlantic Petroleum. Bjargaði tað felagnum undan húsagangi, at felagið í mai seldi sín part í einum gassbrunn í bretskum øki fyri 167 milliónir krónur . Arbeiðið at gera Viðareiðistunnilin hevur gingið væl, og um ein mánað verður skotið ígjøgnum. Men játtanin til tunnilin er yvir nøkur ár, og tí er vandi fyri at arbeiðið má steðga, um peningurin ikki verður fluttur. Verður peningurin fluttur, so kann tunnilin takast í nýtslu næsta ár. Limir hjá øllum flokkum í fíggjarnevndini halda at arbeiðið skal halda fram. Útbúgving EFG i handel og kontor í Keypmannahavn i 1982 1983, í bankalæru frá 1984, bankaskúla og víðkadan bankaskúla, merkonom í fíggjarstyring, akademiútbugving, tað mesta av HD 1. part Arbeiðsroyndir Í BankNordik 25 ár fram til 2010, í 1983 1984 á flakavirki, útróður í frítiðini og burturav eitt tiðarskeid farloyvi frá banka , tingfólk burturav síðan 2010 Javnaðarflokkurin er ein sosialdemokratiskur flokkur, ið byggir á tey trý týdningarmiklu grundvirðini frælsi, javnstøðu og samhaldsfesti. Bjørg Dam Rigmor Dam Kristoffur Gaardlykke Bjarni Hammer Guðny Hentze Sigga Óladóttir Joensen Aksel V. Johannensen Artur Johansen Hendrik Old Kristianna W. Poulsen Eyðgunn Samuelsen Sjúrður Skaale Magni Arge Gunnvør Balle Annita á Fríðriksmørk Kristina Háfoss Høgni Hoydal Torbjørn Jacobsen Óluva Klettskarð Jóhann L tzen Pauli Trond Petersen Páll á Reynatúgvu Sirið Stenberg Tór Marni Weihe Ein týðandi partur av okkara framtíð verður evnaður til uttan fyri landoddarnar ella í samstarvi og samskifti okkara við umheimin. Vit skulu hava ein miðvísan uttanríkispolitikk, sum styrkir okkara sjálvsfatan og virðing, gevur okkum vitan og perspektiv og mennir okkara búskap. Flokkurin er tó fyri neyðugari almennari stýring. Flokkurin byggir á kristnu siðalæruna og vil verja trúarfrælsi, politiskt frælsi, mentanar og vinnufrælsi frá wikipedia . Í 2015 valdi hann at stilla upp til fólkatingsvalið á uttanflokkalista. Hann royndi fyrst at fáa flokkinnir í ganga inn fyri loysing frá Danmark at stilla upp saman, men tað eydnaðist ikki. Síðan savnaði hann millum 150 og 200 undirskriftir frá stillarum, soleiðis at hann leyk krøvini um at stilla upp á uttanflokkalista wikipedia . Morgunkórið, sum Morgunsendingin tók stig til, fer millum annað at syngja, og eisini fer Jákup Veyhe at føra fram brot úr Mórugøtu. Á tónlistarliga økinum eru fýra konsertir. Lagt verður fyri við Konni Kass. Seinni spælir og syngur Guðrið Hansdóttir, Morgunkórið syngur og síðstu konsertina hevur Sakaris. Politiska visjónin hjá Sambandsflokkinum skal tryggja, at allir borg ar ar í landinum fáa tær tænastur og ta hjálp teimum tørvar og gerast nøgdir borgarar. Valevni hjá Sambandsflokkinum Jóhan Dahl Edva Jacobsen Helgi Abrahamsen Niels Olaf Eyvindsson Eivind Jacobsen Conrad Gaard Joensen Edmund Joensen Kaj Leo Holm Johannesen Bjørn Kalsø Reimund Langgaard Gerhard Lognberg Bárður á Steig Nielsen Alfred Olsen Rósa Samuelsen Flokkurin virkar fyri einum samfelagi við kristnum grundarlagi, og at politiskar avgerðir, sum verða framdar, samsvara við hesa lívsáskoðan og hugsjón. Virkað verður eisini fyri at sjúk, gomul og brekað fólk skulu hava eitt trygt og gott lív. Tað skal arbeiðast miðvíst við at minka um rúsdrekka og rúsevnismisnýtslu. Føroyar skulu ikki verða partur av ES, men í staðin fyri styrkja samstarv við lond uttanfyri felagsskapin. Í siðfrøðiligum spurningum, sum til dømis fosturtøku, virkar flokkurin fyri at ófødda barnið verður vart við lóg. Deyðshjálp verður mett sum dráp og skal tí ikki vera møgulig wikipedia . Arbeiðsroyndir Siglt sum maskinmeistari maskincheifur fram til 2006, arbeitt sum tekniskur inspektørur á Strandfaraskipum Landsins 2007 2008, arbeitt sum rakstrarleiðari á Strandfaraskipum Landsins 2008 2014, siglt sum maskinmeistari 2014 2015 Var fólkatingsval í dag og veljararnir valdu, sum veljarakanningin vísir hevði Sambandsflokkurin fingið 25,5 av atkvøðunum og Javnaðarflokkurin 23,4 av atkvøðunum. Tað hevði eisini verið nóg mikið hjá teimum flokkunum báðum at varðveitt síni umboð í fólkatinginum, vísir veljarakanningin eina viku undan fólkatingsvalinum. 93 av sjálvstýrisveljarunum, fara, sambært veljarakanningini, á fólkatingsval í næstu viku. Hinvegin siga bert 66 av veljarunum hjá Framsókn, at tey fara á fólkatingsval. Grafikkur Vel millum Ja , Kanska og Nei fyri at síggja, um veljararnir hjá teimum ymisku flokkunum fara á fólkatingsval 18. juni. 46 av teimum spurdu siga seg annaðhvørt ikki hava tikið støðu ella ætla sær ikki á val, sambært nýggjastu veljarakanningini undan fólkatingsvalinum. Sambært kanningini verður Sambandsflokkurin størsti flokkur við 25,5 prosentum av atkvøðunum. Javnaðarflokkurin fær 23,4 prosent av atkvøðunum. Tjóðveldi fær 18,4 prosent av atkvøðunum og Fólkaflokkurin fær 16,5 prosent. Tætt er millum Miðflokkin og Framsókn, sum fáa ávíkavist 5,7 prosent og 5,4 prosent av atkvøðunum. Kanningin gevur Sjálvstýrisflokkinum 3,3 prosent og uttanflokkamaðurin Zakarias Wang fær 1,8 prosent. Sambært kanningini hava nærum helvtin av veljarunum 46 prosent antin ikki tikið støðu til, hvønn tey velja, ella fara tey ikki á val. 447 fólk eru spurd í veljarakanningini, sum Lóður gjørdi fyri Kringvarpið mánakvøldið, týskvøldið og mikukvøldið. Tað sigur Heri á Rógvi, ið eigur og rekur fyritøkuna Lóður, ið hevur gjørt nýggjastu veljarakanningina, eina viku undan fólkatingsvalinum 18. juni. Ein orsøk til, at Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin liggja so væl fyri í veljarakanningini, er at lutfalsliga nógvir veljarar hjá hesum flokkum fara á fólkatingsval. Hvønn týdning hava móti og nýmótans design fyri dagsins samleika, og hvar gongur markið millum list og móta, eru tveir av spurningunum vit í dag umrøða við listakvinnurnar Sarah Cooper og Nina Gorfer, ið eru úr ávíkavist USA og Eysturríki. Orsøkin er Veðurdagbøkurnar The Weather Diaries, ið er heitið á stóru summarframsýning Norðurlandahúsins, ið letur upp fríggjadagin 12. juni. Umframt Cooper og Gorfer, ið hava sett framsýningina upp, hitta vit eisini sniðgevararnar Steinunn Sigurðardóttir úr Íslandi, grønlendsku Bibi Chemnitz og David Røgilds, og Barbaru í Gongini úr Føroyum. Sunnudagin skipaði Viðareiðis kommuna fyri serligum tiltaki, nú listarmaðurin Arnold Vegghamar varð kosin heiðursborgari í kommununi. Vit vóru á staðnum, har vit eitt nú hittu heiðursgestin. Og eftir reportaguna av Viðareiði, kemur Kinna Poulsen, listaummælari, á gátt at gera eina lýsing av Arnoldi Vegghamar. Í sendingini hoyra vit Saruh Cooper, Ninu Gorfer, Steinunn Sigurðardóttir, Bibi Chemnitz, David Røgild, Barbara í Gongini, Elisabeth Nybo, Hans Jákup Kallsberg, Arnold Vegghamar, og Kinnu Poulsen. Endamálið er at fáa læknafakliga meting um undirlívskanningarnar, sum sambært kannaðu kvinnunum vóru annað enn undirlívskanningar og tí vóru kynsligur ágangur. Heilsustýrið fær frágreiðingarnar hjá teimum 13 kvinnunum og frágreiðingarnar hjá læknanum, so stýrið kann gera læknafakliga og etiska meting um undirlívskanningarnar vórðu gjørdar sambært forskriftunum fyri slíkum kanningum Linda Hesselberg, ákæri, sigur, at svarið frá Heilsustýrinum fer at viga nógv, tá avgerast skal, um skuldsetti læknin skal ákærast. Heilsustýrið skal kortini ikki taka støðu til, um læknin er sekur ella ikki. Tað var í juli í fjør, at politiið avhoyrdi ein kommunulækna í Føroyum og skuldsetti hann fyri at hava framt kynsligan ágang móti fimm kvinnum, sum vóru til viðtalu hjá honum. Síðani meldaðu fleiri kvinnur sama kommunulækna til løgregluna, og nú eru tær vorðnar 13. Læknin noktar seg sekan í øllum skuldsetingunum. Í september í fjør varð hann fyribils loystur úr starvi sínum sum kommunulækni. Linda Hesselberg, ákæri, sigur, at øll 13 málini verða send Heilsustýrinum í einum fyri at fáa eina heildarmynd av málinum. Tað er betri fyri allar partar, sigur hon. Eydnast tað Tjóðveldi og Fólkaflokkinum at fáa síni fólk upp úr sofuni og í valhølini, so hava flokkarnir møguleikan at fáa ein sess. Nógvir veljarar á sjálvstýrisvonginum halda, at tað er skeivt, at føroyingar hava umboð í Fólkatinginum. Tað er orsøkin til, at fleiri velja at sita heima valdagin, sigur Eirikur Lindenskov, blaðstjóri. Eg væntaði, at Tjóðveldi hevði ein møguleika, men hesar veljarakanningarnar vísa, at tað verður trupult, sigur Eirikur Lindenskov. Á heysti í fjør kunngjørdi Sjálvstýrisflokkurin, at tey fóru ikki at stilla upp til fólkatingsvalið. Men síðan er Jógvan Skorheim vorðin formaður í flokkinum, og hann vildi, at tey bjóðaðu seg fram til fólkatingsvalið. Ætlanin var, at Drotningin skuldi vitja framsýningina, men tað verður av ongum, nú vitjanin er avlýst. Tað er mest spell fyri Drotningina sjálva, at hon ikki sleppur at síggja sofurnar, halda teir 12 sniðgevararnir. Stórar broytingar eru hesi fimm árini frá 2010 til 2014, serliga í útflutninginum, skrivar Hagstovan á sínari heimasíðu. Nógv fleiri føroyskar vørur fara nú til Russlands, Kina og USA. Men føroyingar keypa framvegis nógv mest úr hinum Norðurlondunum. Næstan 60 prosent av innflutninginum eru úr Norðurlondunum, serliga úr Danmark og Noregi. Innflutningurin úr ES er tó vaksin mest hesi fimm árini, og hann er nú 30 prosent. Handilsjavnin, sum er avlop ella hall av samhandlinum við onnur lond, sveiggjaði millum 400 milliónir krónur í avlopi og 1,1 milliard í halli hesi árini. Stórt hall er í samhandlinum við Norðurlond, og eins stórt ella størri avlop í samhandlinum við øll onnur lond tilsamans, skrivar Hagstovan. Griksa fótbóltslandsliðið, ið skuldi koma til Føroyar hóskvøldið, kom ikki til landið sum ætlanin annars var, og nú er alt liðið við fylgi strandað í Keypmannahavn. Teir høvdu leigað eitt flogfar, men bert hósdagin, so nú hava teir einki flogfar. Men nú koma teir til Føroyar við flogfari hjá Atlantic, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari í FSF, við útvarpið. Hetta er ikki fyrstu ferð, at eitt fótbóltslandslið ikki sleppur til Føroyar orsakað av vánaligum floglíkindum í Vágum. Tað sama hendi eisini fyri nøkrum árum síðani fyri franska landsliðið, ið heldur ikki kom til ætlaðu tíðina. Føroyar Grikkaland spæla á Tórsvølli leygarkvøldið klokkan 19 45. Útselt er til fyrsta heimadystin á Tórsvølli, síðani økið varð liðugt útbygt og dagført. Forsetin í ES, Donald Tusk, ávarar samstundis Grikkaland ímóti at spæla sær við framtíðina, og mælir landinum til at gera eina avtalu við fíggjarstovnarnar. Tíðin rennur undan, og eg eri bangin fyri, at dagurin nærkast, tá onkur fer at siga, at nú er liðugt, sigur Donald Tusk, forseti í ES. Grikski statskassin er um at vera tómur, og hjálparætlanin fyri landið fer úr gildi seinast í juni. Finst eingin loysn fyri ta tíð, so er vandi fyri, at Grikkaland fer á húsagang, og má fara burturúr samstarvinum um evruna. Í lánsavtaluni sum er gjørd við Grikkaland eru framvegis 7,2 milliardir evrur tøkar, men londini sum lána pengarnar, vilja ikki geva Grikkalandi teir, fyrr enn ein avtala er fingin við Grikkaland um fíggjarætlanina fyri tey næstu árini, og hvussu pengarnir skulu nýtast. ES tingið vil hava formannin í FIFA, Sepp Blatter, at gevast í starvinum alt fyri eitt. Tað stendur í eini samtykt, sum ikki er bindandi fyri limalondini. Sepp Blatter boðaði herfyri frá, at hann leggur frá sær sum forseti í FIFA, hóast hann nakrar fáar dagar frammanundan varð valdur aftur. ES tingið sigur í einum skrivi, at tað er neyðugt við broytingum í FIFA alt fyri eitt, og at tað ikki ber til at bíða, til FIFA eftir ætlan skal hava fund aftur í desember. Sepp Blatter tók avgerð um at leggja frá sær, eftir fleiri skuldsetingar um mutur og svik í fótbóltssamgonguni, sum amerikanska løgreglan, FBI kannar. Síðani hava fleiri bæði fyrrverandi og núverandi limir í FIFA viðgingið, at teir hava fingið pengar fyri at atkvøða, so ávís lond kundu sleppa at skipa fyri fótbóltskappingum. Hvussu gera tey í øðrum londum Hvussu við menniskjasýni og etikki ber til at vera sømiligur Jógvan D. Hansen, lærari í filosofi, er gestur í útvarpsstovuni. Eivør Pálsdóttir hevði konsert í Arendal mikukvøldið, og eftir konsertina fekk hon virðislønina, sum er 10.000 norskar krónur og eitt heiðursskjal. Grunnurin letur annað hvørt ár einum rithøvundi virðisløn og annað hvørt ár onkrum, sum hevur tikið eitt tak fyri samstarvið millum Noreg, Føroyar og Ísland. Í dómsnevndini eru millum annað Jan Kløvstad og Durita Brattaberg. Aðrir føroyingar hava fingið virðislønina. Í 1962 fekk Páll Patursson hana, Christian Matras fekk hana í 1971. Sólvá og Páll Patursson fingu virðislønina í 1991, Carl Jóhan Jensen í 1997, Erna og Njál Djurhuus í 2003 og Jógvan Hugo Gardar í 2007. Tað er í kvøld klokkan20.15 at Morgunkórið fer at syngja fyrstu ferð fyri fólki. Tey hava vant einaferð um vikuna í 14 vikur, og í kvøld á mentanarnáttini skal slagið standa. Í morgun vitjaðu fimm av limunum í morgunkórinum, morgunsendingina. Tey greiddu frá hví tey valdu at melda seg til verkætlanina og eisini siga tey hvat tey hava fingið burturúr. Hoyr samrøðuna við tey omanfyri Tað siga teir báðir Brandur Sandoy, borgarstóri á Sandi og Kristin Michelsen borgarstjóri á Tvøroyri, nú Kommunala Eftirlitið er komið til ta niðurstøðu, at tað er ólógligt at nokta fólki atgongd til kommunalar hentleikar tí tey eru limir í einum ávísum felagsskapi. Tvøroyar Kommuna hevur longu avgjørt at Sea Sheperd ikki skal sleppa at brúka nakrar hentleikar hjá kommununi í summar, men fer at taka málið up aftur í næstu viku. Borgarstjórin á Sandi noktaði síðsta summar limum í Sea Sheperd at nýta kommunala vesið, og kommunan fer í næstum at avgera um líknandi revsitiltøk skulu setast í verk í summar. Sjálvstýrisflokkurin verður best umtóktur millum kvinnuligu veljarnar á fólkatingsvalinum 18. juni, sambært nýggju veljarakanningini, Lóður hevur gjørt fyri Kringvarpið. 71 prosent av veljarunum hjá Sjálvstýrisflokkinum eru kvinnur meðan 29 prosent av veljarunum hjá flokkinum eru mannfólk, vísir veljarakanningin. Í botninum liggur Framsókn. Bert 17 prosent av veljarunum hjá Framsókn eru kvinnuligir veljarar, 83 prosent av veljarunum hjá Framsókn eru mannfólk. Sambært veljarakanningini, eru tað flest konufólk, ið siga seg ikki vita, hvar krossurin skal setast 18. juni. 66 av konufólkunum vita ikki og meðan 34 av teimum, ið ikki vita, eru menn. Dagført 13 42 Heri á Rógvi, frá fyritøkuni Lóður, ið gjørdi veljarakanningina, sigur, at tølini í júst hesari kanningini við kynsbýtinum skulu takast við sera stórum fyrivarni. Ræningin hevði týdning fyri skúvoyingar og áhugin var stórur. Fyrst í 90 árunum fingu teir nýggja línu, og danskt sjónvarpslið var við, tá skúvoyingar rændu havhestaegg 21. mai í 1993. Tíverri eydnaðist dagurin ikki væl til veður. Útvarpið var við og hevði millum annað eina samrøðu við Jóannes Poulsen, Jóannes í Garðinum, um ræning, ræningarpláss og sið Norðuri við Eggjar. Tankin var hvussu fara sofurnar at síggja út, tá 12 ymiskir sniðgevar, ið dagliga fáast við glas, leir, klæði, leður, veving og binding hvør í sínum lagi sleppa at gera júst tað, sum teimum dámar best Tey luttakandi eru No 10 Elin Lindenskov Erla Matras Jensen Fosaa Heimkaer Jórun Høgnesen Marjun Heimá MikkalinaGlas Poulina Shisa Brand STEINUM Tekniski Skúli Tórshavn Galdandi sáttmálar eru til 1. oktober, og nøkur feløg hava longu sagt upp. Uppsagnarfreistin er tríggir mánaðir, so hon er til 1. juli. Snorri Fjalsbak, leiðari á Lønardeildini, sigur, at fundir hava longu verið við nøkur av stóru feløgunum. Í næstu viku vera fundir við Starvsmannafelagið, Lærarafelagið og Akademikarafelagið. Í aðru viku verður fundur við Pedagogfelagið og í august við sjúkrarøktarfrøðingarnar. Lønardeildin hevur sáttmála við 26 fakfeløg og harafturat sjey avtalur við tænastufólk. Í Andglettinum í gjárkvøldi vóru Jógvan Skorheim, floksformaður, og Pól Jákup Poulsen, formaður í landsnevndini hjá Sjálvstýrisflokkinum. Í útvarpsstovuni at meta um teirra avrik eru Sveinur Tróndarson, blaðstjóri á Dimmalætting, og Laufey Blaasvær, samskiftisráðgevi. Bæði hava tey hollar royndir innan miðlar, politikk og samskifti. Swangah gav fyri fáum tímum síðani út eitt nýtt staklag við heitinum Áðrenn vit flagga . Eisini er hetta fyrsta sjónbandalagið hjá Swangah. Tónleikurin er framleiddur av kenda hipp hopp bólkinum Snowgoons, sum vitjaðu G festivalin í fjør. Snowgoons hava fyrr framleitt tónleik fyri Swangah, men eisini tónleik hjá kendum hipp hopp bólkum sum Jedi Mind Tricks, R.A. The Rugged Man og La Coka Nostra. Nóv fólk hava verið í býnum í alla nátt í sambandi við mentunarnáttina, men tað hevur verið stak friðarligt, upplýsir vakthavandi á politistøðini í morgun. Eisini var løgreglan boðsend tí onkur helt, at fólk ætlaðu sær at sigla til Nólsoyar í morgun um sjey átta tíðina, men tað vísti seg, at tað vóru fólk, sum sótu og hugnaðu sær í einum báti, upplýsir løgreglan. Fiskivinnunevndin hjá grønlendska landstinginum vil nú hava at vita, eftir hvørjum kriterium, grønlendska makrelkvotan verður býtt, og hevur tí biðið grønlendska landsstýri um at fáa meira at vita. Tað skrivar grønlendska KNR. Men tað er ikki bara sum at siga tað, tí tað dregur út at fáa svar. Vit hava roynt at fingið upplýsingarnar í langa tíð. Vit hava millum annað bíðað í tríggjar vikur, fyri at fáa eitt greitt svar, sigur formaðurin í fiskivinnunevndini, Nikolaj Serimiassen, úr Siumut flokkinum. Grønlendska fiskimálaráðið sendi annars eitt tíðindaskriv út fyri nøkrum døgum síðani, har tey greiddu frá, hvussu mekralkvotan í ár er vorðin útlutað, men fiskivinnunevndin hjá Landstinginum vil kortini hava svar. Býtið av grønlendsku makrelkvotuni hevur verið rokmikið í ár, tí reiðarí, ið fingu kvotu í fjør, ikki fingu kvotu í ár, skrivar Sermitsiaq. Eisini hevur verið funnist at eigarasamansetingini í summum av feløgunum, sum hava fingið kvotu í ár. Skúla og bústaðartilboðið, Rásin, í Saltangará, er eitt tilboð til ung millum 18 og 25 ár við menninartarni. Endamálið er at menna tey ungu til at klára seg sjálv, men nú sjey teirra verða liðug við skúlaskeiðið síðst í juni, er einki bústaðartilboð til teirra. Fýra broytingar eru framdar í byrjunaruppstillingini, síðani dystin móti Rumenia fyrr í ár. Inn eru komnir Bárður Hansen, Gilli Sørensen, Fróði Benjaminsen og Hallur Hansson. Gunnar Nielsen verður í mál, og í verjuni verða Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad, Bárður Hansen og Gilli Sørensen. Á miðvøllinum verða Sølvi Vatnhamar, Brandur Olsen, Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson og Christian Lamhauge Holst, meðan Jóan Símun Edmundsson, ið gjørdi sigursmálið í Pireus 14. november í fjør, verður í álopinum. Á bonkinum verða Teitur M. Gestsson, Tórður Thomsen, Einar Tróndargjógv, Pól Jóhannus Justinussen, Klæmint A. Olsen, Odmar Færø, Róaldur Jakobsen, Høgni Eysturoy, Rene S. Joensen, Jóhan Troest Davidsen, Kaj Leo í Bartalsstovu og Andreas Lava Olsen. EM undankappingardysturin millum Føroyar og Grikkaland byrjar klokkan 19 45 og d yrnar til Tórsvøll lata upp klokkan 18 00 Ársins fótbóltsdystur á føroyskari grund verður á nýumbygda Tórsvølli í kvøld. Tá spæla Føroyar og Grikkaland í undankappingini til EM endaspælið í Fraklandi næsta summar. Stórur spenningur valdar fyri dystin, tí Føroyar vunnu óvæntað 1 0, tá ið liðini spældu í Grikkalandi í fjør heyst. Dysturin millum Føroyar og Grikkaland byrjar klokkan19 45, og verður sendur bæði í útvarpi og sjónvarpi. Útvarpið byrjar at senda av Tórsvølli eftir tíðindini klokkan 18. í kvøld, og sjónvarpið byrjar at senda klokkan 19.20. Hoyr hvat Atli Gregersen, Lars Olsen og Gunnar Nielsen hava at siga undan dystinum. Bárður Hansen úr Víkingi hevur havt eitt gott kappingarár, og honum dámar væl at koma niðan við bæði til skot og innlegg. Bárður verður helst á høgra bakki Gilli hevur ofta spælt vongur, og eisini onkuntíð sum áleypari, men hevur fingið nakrar dystir á bakkplássinum fyri Aab. Eisini hann er álopssinnaður. Dysturin millum Føroyar og Grikkaland byrjar klokkan 19.45. Útvarpið byrjar at senda klokkan 18.20, og sjónvarpið byrjar klokkan 19.20 Undirtøkan var ikki góð til veljarafundin, sum Demokratia skipaði fyri í dag. Einans 5 av 18 valevnunum møtti upp, og umleið 25 áhoyrarar. Tað er ikki farið aftur við borðinum í útlendskum fjølmiðlum, at Føroyar í kvøld fyri aðruferð í hesi undankapping vunnu á Grikkalandi, sum fyri 10 árum síðan vann evropameistaraheitið. Pínliga tapið móti blá hvítu amatørunum í Føroyum er ein svørt síða í søguni um okkara fótbóltslandslið , skrivar Zougla á síni heimasíðu. Danska Ekstrablaðið smæðist ikki burtur at nýta ógvuslig lýsingorð í sambands við fótbóltslandsdystin. Ekstrablaðið kallar sigurin groteskan ella lítið tespiligan. At Grikkaland tapti ein fótbóltsdyst móti Føroyum vóru stórtíðindi. At grikkar eisini taptu seinna dystin hevði sjálvt høgguslokkurin Paul ikki kunna spáa um , skrivar VG, sum vísir til týska høgguslokkin í Sea Life í týska býnum Oberhausen, ið fyri nøkrum árum síðani gjørdist heimskendur fyri síni evni at spáu um úrslitini í fótbóltsdystum, sum týska landsliðið spældi. Meirilutin av dønum tekur undir við, at Føroyar og Grønland hava politiska ávirkan í Danmark umvegis Fólkatingssessirnar, men meirilutanum dámar lítið, at tey fýra norðuratlantisku umboðini kunnu koma í eina støðu, har tey kunnu avgera, hvør verður næstu forsætisráðharri í Danmark. 70 prosent av teimum spurdu svaraðu ja, tá tey vóru spurd, um Grønland og Føroyar framhaldandi skulu vera partur av Ríkisfelagsskapinum. 58 prosent halda, at Danmark framvegis skal stuðla baðum londunum fíggjarliga við blokstuðuli. Og 53 prosent halda, at vit framvegis skulu hava fólkatingsessirnar. Hinvegin halda eisini 51 prosent av teimum spurdu, at tað er órímiligt, at tey fýra norðuratlantisku umboðini kunnu vera avgerandi fyri, hvør sleppur at skipa stjórn í Danmark. Serliga teir borgarligu veljararnar sum áður hava kent sviðan av avgerandi føroysku atkvøðuni í Fólkatinginum hava hetta sjónarmið, nevniliga tveir triðingar. 54 prosent av teimum spurdi siga seg vera samd ella stórt sæð samd um, at norðuratlantisku umboðini skulu missa møguleikan at peika á ein danskan forsætisráðharra , vísir kanningin hjá Berlingske. 4.829 føroyingar høvdu í fjør eina inntøku, ið var so lág, at tey vóru í fátækraváða. Hetta svarar til 10,3 av øllum. Hetta er ein lítil vøkstur í min til árið fyri, tá 10 vóru í fátækravága. Fyrsta ári, ið mát vórðu gjørd fyri fátækravága var í 2009, og tá vóru 8,8 prosent í fátækravága, og talið av teimum, ið er í fátækravága er økt hvørt ár. Ísland var í fjør tað norðurlandið, har fægst fólk liva í fátækravága, meðan Føroyar hava næstlægsta partin av fólkinum í fátækraváða. At verða í fátækraváða er at hava eina so mikið lága inntøku, at hon er undir 60 av mið javnvirðisinntøkuni medianini fyri allar borgarar í landinum. Í Føroyum var markið fyri, nær ein persónur var í fátækraváða í fjør, roknað til 128.088 krónur í javnvirðisinntøku. Hetta svarar til tøku inntøkuna, sum ein stakur persónur skuldi hava, fyri ikki at fella undir markið fyri fátækraváða. Eru fleiri persónar í húskinum, broytast mørkini fyri, nær persónarnir í húskinum eru í fátækraváða. Teir báðir, Súni Merkistein, frásøgumaður, og Eli Hentze, viðmerkjari, høvdu torført við at halda kenslunum aftur, tá føroyingar skoraðu, og tá dysturin var liðugur. Nú danska valstríðið er í hæddini, sigur tingmaðurin Søren Espersen, at tað verður ikki talingur um, at Føroyar og Grønland fáa sína egnu grundlóg eftir fólkatingsvalið. Føroyar kunnu fáa sína egnu grundlóg sum sjálvstøðug tjóð, men ikki sum partur av ríkisfelagsskapinum. Eg havi tosað við Lars Løkke Rasmussen og Helle Thorning Schmidt um hetta, og tey fara bæði at vísa einum slíkum kravi aftur, sigur hann við grønlendska Sermitsiaq. Søren Espersen skoytir uppí, at Danski Fólkaflokkurin fer ikki at styðja eina stjórn, sum gevur føroyingum samtykki at smíða sína egnu grundlóg. Sara Olsvig, forkvinna í grønlendska IA, hevur skotið upp, at danska stjórnin stovnar eina ráðharrastovu fyri ríkisfelagsskapin og Arktis. Hesum tekur Danski Fólkaflokkurin undir við. Nakrar veljarakanningar hava víst, at fólkatingsumboðini úr Føroyum og Grønlandi kunnu fáa ávirkan á, hvør verður forsætisráðharri í Danmark eftir valið hósdagin. Landsstýrismaðurin ger síðani eitt uppskot um broytingar í lógini um vinnuligan fiskiskap, sum hann leggur fyri løgtingið á ólavsøku. Í Grønlandi vísir landsstýrisformaðurin Kim Kielsen øllum atfinningum aftur, nú fiskivinnunevndin í Landstinginum hevur funnist at grønlendska makrelbýtinum. Meirilutin í fiskivinnunevndini í grønlendska landstinginum heldur, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur dugað ov illa at grundgivið fyri býtinum. Fleiri reiðarí, sum fingu kvotu í 2014, fingu ikki kvotu í 2015. Landsstýrið er ikki ført fyri at svara, hví júst hasi reiðaríini hava fingið makrelkvotur í ár. Tað eru ikki bara vit, sum vilja vita tað, men alt samfelagið sum heild, nú virði fyri fleiri milliónir verða útlutað, skrivar meirilutin í fiskivinnunevndini í sínum áliti. Men Kim Kielsen sigur seg ikki skilja atfinningarnar. Landsstýrið hevur mett um allar umsókirnar, og tey reiðaríini, sum ikki fingu makrelkvotu í ár, vita eisini, hví tey ikki sluppu upp í part, skrivar landsstýrisformaðurin. Tað er greitt, at eingin broyting verður í kvotabýtinum í ár, tí annars er vandi fyri, at reiðaríini, sum hava fingið kvotu, fara at reisa endurgjaldskrav. Semja var ikki í stýrinum um tað uppskotið, sum segði, at uppsjóvarvirki og kryvjivirki skuldu ikki vera við í fiskavirkisskipanini. Men tað bilar ikki nú. Støðan hjá ALS er vorðin frægari enn hon var, tí arbeiðsloysið er so lítið. Nú veksur í kassanum hjá ALS aftur, sigur Eyðfinnur Jacobsen. Norski flokkurin Ny Tid hevur skrivað kanadiska sendiharranum í Noregi bræv, nú ein kanadiskur ríkisborgari, Paul Watson, hóttir við tiltøkum í norskum sjógvi. Ny Tid hevur biðið Verjumálaráðið, Fiskimálaráðið og Løgmálaráðið um vissu fyri, at Noreg hevur eina tilbúgving, sum forðar fyri tí, Ny Tid kallar yvirgangsatsóknir í norskum sjógvi. Fiskeribladet Fiskaren hevur vent sær til bæði Paul Watson og Sea Shepherd og spurt, hvat tey halda um at verða samanborin við yvirgangsfelagsskapir, og nær tey ætla sær til Noregs, men blaðið hevur einki svar fingið. Felagsskapurin Sea Shepherd er nú komin til Føroya. Fimm fólk og tveir bilar komu í land við Norrønu í gjárkvøldið, upplýsir løgreglan. Tvíkiljan Brigitte Bardot hevur eisini sett kós ímóti Føroyum úr Bremen í Týsklandi. Brigitte Bardot verður eitt av trimum skipum hjá Sea Shepherd, sum verða í Føroyum í summar. Heitið á átakinum í summar er Operation Sleppið Grindini . Tey ætla at hava fólk á bæði landi og sjógvi, nú felagsskapurin ger enn eina roynd at steðga grindadrápi. Samanbera vit hølisumstøðurnar hjá ÍSF við umstøðurnar á Tórsvølli hjá størsta sersambandinum, Fótbóltssambandinum, sæst alt fyri eitt, at ÍSF er vorðið eftirbátur, stendur í frágreiðingini. Nógv best umtóktu ítróttargreinarnar eru fótbóltur, hondbóltur og fimleikur. 4.733 fólk sparka, 3.617 spæla handbólt og 2.068 gera fimleik. Nú eru munandi fleiri, sum flyta til Føroya, enn úr Føroyum. Flytingin millum Føroyar og útlond vísir eina nettotilflyting til Føroya, og burðartalið er framvegis á einum høgum stigi, skrivar Hagstovan. Frá 1. apríl í fjør til 1. apríl í ár er fólkatalið vaksið við 531 fólkum. Burðaravlopið, sum er munurin millum talið av føddum og deyðum, var 231, og nettotilflytingin til Føroya var 300. Analogi høvuðssendarin til Sjónvarp Føroya verður sløktur í dag klokkan13. Hetta rakar húski sum fáa føroyskt sjónvarp gjøgnum gomlu sjónvarps sendistøðirnar. Sjónvarpssendinetið verður skift, tí analoga tøknin ikki er tíðarhóskandi longur. Harumframt er sendinetið kostnaðarmikið at reka, og trupult er at fáa eykalutir til gomlu sendararnar. Men við nýggju talgildu tøknini fær hyggjarin betri mynda og ljóðgóðsku. Við talgilda sendinetinum kemur føroyska sjónvarpssendinetið at verða tøkniliga ájavnt við sendinetið hjá grannalondum okkara, sum eisini hava skift til talgilda sendinetið. Edvard í Skorini Joensen, stóri í Televarpinum, er í Útvarpsstovuni Árliga fundurin millum formansskapin á Føroya løgtingi og formansskapin í danska fólkatinginun, sum skuldi vera í næstu viku, er útsettur. Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, sigur, at enn er ikki greitt, nær formanskapirnir so hittast, men tað verður væntandi einaferð í heyst, sigur hann. Endamálið við fundinum er, at formansskapirnir kunna um politisku støðuna í Danmark og í Føroyum og annars viðgera mál, sum hava serligan áhuga og týdning fyri londini bæði. Politisk yrkisleið 2015 Limur i Suðurstreymoyar Javnaðarfelag, 2013 Limur í Ráð teirra lesandi á Setrinum barsilsfarloyvi , 2013 2015 Virkin tiltakslimur í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag, 2012 Barnabókmentaheiðursløn Tórshavnar Býráðs, 2012 Musikskúlanevnd Tórshavnar Býráðs, 1999 2003 MFS Útbúgving 1958 nýmálsligt studentsprógv frá Studenta og preliminerskeiði Føroya Løgtings, 1965 kanditaatur í stjórnmálafrøði cand. scient. pol. frá universitetinum í rhus Útbúgving FHS á Føroya Handilsskúla, 1991. HH á Føroya Handilsskúla 1994. Lesið til lærara á Setrinum 2 árið, so tað er hálv liðugt Arbeiðsroyndir Posta 2007 2011 fast starv, Posta vaskihjálp nú, Posta 2011 nú avloysari, stuðul skúlaárið 2012 2013, Sp f Rólant Vidtfeldt handilshjálp 2012 Politisk yrkisleið Havi verið uppstillað einaferð fyrr til fólkatingsvalið. Siti í Sandoyar Sýslu Javnaðarfelag, tey sístu árini sum forkvinna Arbeiðsroyndir Ljósmóðir 1992 1998 og 2011 2012, yvirljósmóðir 1998 1999, leiðandi ljósmóðir 1999 2005 og 2012, kredittráðgevi 2005 2011, deildarleiðari 2013 Politisk yrkisleið Býráðslimur jan 2013 , forkvinna í Sosialu nevnd 2013 april 2015, nevndarlimur í Heimatænastuni, forkvinna í Demokratia 2012 2015 Arbeiðsroyndir 2003 2005 Lærari á Tekniska Skúla í Klaksvík, 2005 lærari og lestrarvegleiðari á Studentaskúlanum og HF skeiðnum í Eysturoy, 2010 , franskur konsul 2011 , forkvinna í Lestrarvegleiðarafelagnum Politisk yrkisleið 2008 Limur í Gøtu bygdarráði, 2009 2012 býráðslimur í Eysturkommunu, forkvinna í Trivnaðarnevndini 2013 , býráðslimur í Eysturkommunu, forkvinna í Mentarnarnevndini, nevndarlimur í Byggi og býarskipanarnevndini 2011 , næstforkvinna í Framsókn 2011 , varatingkvinna Útbúgving Studentsprógv 1986, húsasmiður 1991, Hægri handilsskúlaprógv í roknskaparlæru virkisbúskapi 1993, fólkaskúlalærari 1999 Arbeiðsroyndir Bóndi, arbeiðsmaður onkran túrin til skips, leiðari á laksakryvjingarvirki, húsasmiður handverkari, sjálvstøðugur vinnurekandi, lærari Politisk yrkisleið Borgarstjóri í Húsa Kommunu 1996 2004, landsstýrismaður í fiskivinnumálum 2004 2008, løgtingsmaður 2008 2011, Mentanarnevndin 2008, Uttanlandsnevndin 2008, Fíggjarnevndin 2008 2011, Vinnunevndin 2008 2011, lanssstýrismaður í mentamálum 2011 2015 Arbeiðsroyndir Yngri lækni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi 1983 1986, Landssjúkrahúsinum 1986 1995, kommunulækni 1995 , løgtingsmaður 1994 Politisk yrkisleið Borgarstjóri í Sandavágs kommunu 2001 2008, forkvinna í Føroya kommunufelag 2004 2008, fyrstu ferð vald á ting 19. januar 2008, landsstýriskvinna í Almannamálum frá september 2008 til november 2011, afturvald 29. oktober 2011, formaður í Trivnaðarnevndini 2011, borgarstjóri í Vága kommunu frá 2013 Útbúgving BA Hons Politics frá Northumbria University 2010, MA European Union Studies frá Newcastle University 2011, MA Politics frá Newcastle University 2012 Útbúgving IB frá the International School of the Haag í 2007, Bachelor í stjórnmálafrøði frá Fróðskaparsetur Føroya í 2014 Arbeiðsroyndir Lærari í Eysturskúlanum í 2008, lærari í Hoyvíkarskúla frá 2009 til 2010, stjóri og eigari av Sp f Ó síðani 2011, givið 3 skaldsøgur og 1 søgubók út síðan 2011 Politisk yrkisleið Formaður í HUXA frá 2010 til 2011, løgtingsmaður frá 2011, limur í vinnunevndini frá 2011, limur í trivnaðarnevndini frá 2011 Fimm fólk og tveir bilar hjá Sea Shepherd felagsskapinum komu við Norrønu í gjárkvøldið, men síðani tey vóru í Føroyum í fjør, hava vit fingið eina nýggja grindalóg, og hana fer løgreglan at kunna Sea Shepherd um á fundi í morgin. Grannabygdirnar Gjógv og Funningur hava havt nógv samskifti, og gjáarmaðurin Asfinn Sigvardsen, ið hevur serliga stóran áhuga fyri staðarnøvnum, veit at siga frá mongum søgum á túrinum eftir mannagøtuni milum hesar báðar bygdir. Síðani vegur varð gjørdur til Gjáar, hevur mannagøtan verið lítið ella einki brúkt, og nú sæst hon bara í støðum. Tórður Mikkelsen leggur til rættis. Seinastu árini hevur verið ein tilgongd at sløkkja analoga sendinetið, samstundis sum Televarpið hevur útbygt sítt tilgilda sendinet kring landið. Hetta arbeiðið er liðugt, og talgilda netið røkkur nú alt landið Fyrsti analogi sjónvarpssendarin varð settur upp í áttatiárunum. Hann hóraði, til fyri umleið seks árum síðani, tá ein nýggjur analogur høvuðssendari varð settur upp. Eina tíð var orðaskifti um, hvørt landið skuldi hava sítt egna talgilda sendinet, men endin var, at avtala varð gjørd við Føroya Tele og Televarpið um, at sjónvarpið skuldi nýta talgilda netið hjá teimum, og samstundis varð farið undir eina útbygging, sum talgilda netið rakk alt landið. Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum, og Laufey Blaasvær, samskiftisráðgevi, meta um avrikið hjá Sambandsflokkinum í andglettinum fríggjakvøldið. Serligar umstøður gera, at bara 2500 atgongumerki vóru tøk í fríari sølu til heimadystin hjá A landsliðnum móti Norðurírlandi 4. september. Fótbóltssambandið fer at gera alt fyri at fyribyrgja ólógligari sølu fyri yvirprís, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari, nú øll atgongumerkini vóru seld eftir fáum tímum. Tey vilja yvirtaka útlendingamál, og ætla ikki at reka loysingarpolitikk ella høgra vinstrapolitikk, um tey verða vald á Fólkating. Í kvøld er Fólkaflokkurin í andgletti í sjónvarpinum. Annika Olsen og Jørgen Niclasen svara spurningum frá Beintu Løwe. Andgletturin kemur beint eftir Dag og Viku. Stóra bragdið leygarkvøldið, tá føroyska landsliðið enn einaferð vísti Grikkalandi hvar skápið skal standa, skuldi ikki fara fram við hjá morgunsendingini. Tískil varð eitt lítið studio riggað til í nýggja FSF byggninginum og gestirnir, sum veruliga kunnu kallast stjørnur, møttu upp tíðliga ein mánamorgun, ja bert hálvtannað døgn aftaná bragdið á Tórsvølli. Lars Olsen er erpin av sínum leikarum og lýsir hvat tað er sum ger føroyska landsliðið so serligt. Hópurin er alt avgerandi sigur høvuðsvenjarin. Leikararnir, Johan T. Davidsen og Gunnar Nielsen fegnast um at úrslitið varð ein sigur, men viðurkenna at teir skulu halda bæði beinini á jørðini enn. Suni Merkistein, sum segði frá dystinum og sum hevur fylgt landsliðnum síðani 1996 gav sína meting um landsliðið, sum nú tekur øll av bóli. Og aðalskrivarin í Fótbóltssambandi Føroya, segði seg ikki vera komnan niður á jørðina aftur enn. Hann rýmdi inn í skiftirúmið at goyma seg tá harðast leikaði á og bert minuttir vantaðu í. Hoyr samrøðurnar í fullari longd omanfyri. Lars Olsen og Gunnar Nielsen tosa við Heidi Lava Elgeirsdóttir um bragdið og greiða frá hvat hetta er fyri eitt føroyskt landslið vit hava í dag Átta av íbúðunum vera 62 fermetrar og átta vera 76 fermetrar. TN Bygging hevur høvuðsarbeiðstøkuna. Eftir ætlan verða íbúðirnar lidnar í desember næsta ár. Orsøkin er, at teir báðir grønlendsku flokkarnir, sum helst fáa umboð í fólkatingið, Inuit Atagatigiit og Siumut, standa ov langt frá hvørjum øðrum í fleiri málum, sigur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, við grønlendska kringvarpið. Eg taki ikki undir við at skipa ein nýggjan bólk, sum skal hava felags starvsfólk, vera felags um pengarnar og politisku málini. Tað letur seg ikki gera, sigur Sjúrður Skaale við KNR. Hann heldur, at sjónarmiðini hjá teimum báðum grønlendsku flokkunum eru ov ymisk, at tað fer at bera til at skipa nakað fast samstarv millum tey fýra umboðini úr Føroyum og Grønlandi. Grønlendsku sjónarmiðini hjá IA og Siumut eru so ymisk, at eg ikki frammanundan kann binda meg til nakað samstarv. Tí má eitt møguligt samstarv vera í hvørjum einstøkum máli, sigur Sjúrður Skaale við KNR. Eisini eru málini ymisk, hvat viðvíkir Føroyum og Grønlandi, og tað ikki er nøkur loysn at hava felags samstarv um tey. Tí er tað ofta ein fyrimunur at vera einsamallur og so samstarva við tann, ein vil, sigur fólkatingsmaðurin. Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin, sigur tað sama sum Sjúrður Skaale, at hann er fúsur at samstarva við grønlendsku umboðini, men hann vil heldur ikki læsa seg fastan í nøkrum ávísum samstarvi. Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, sigur við KNR, at Tjóðveldi bert hevur gjørt samstarvsavtalu við IA undan valinum. Men flokkurin vil ikki undan valinum, eins og IA, geva eitt boð uppá, hvønn flokkurin fer at styðja sum danskan forsætisráðharra. Tað kann gerast dýrt at hava bilin parkeraðan í túninum hjá tær sjálvum. Hetta mátti Jógvan Eli á Høvdanum ásannna, tá eldur kom í húsini hjá grannnanum, og eldskaði kom á bilin. Vit hava savnað nøkur av teimum óteljandi videobrotunum av sigursrúsinum, sum vóru løgd út á sosialar miðlar eftir sigurin leygardagin. Føroyar, sum í løtuni liggja nummar 102, fara at liggja onkustaðni millum nummar 70 og 80 á næsta FIFA styrkilistanum. Tað er ein sensatión, heldur Jákup Emil Hansen, sum er serkønur í, hvussu FIFA roknar styrkilistan út. Í 2007 spældi hann í næstbestu deildini við LÍF. Fyrsta dystin í bestu deildini fekk hann sum 22 ára gamal og tað var ikki fyrr enn í fjør, at Sølvi Vatnhamar beit seg fastan á landsliðnum. Leygarkvøldið var hann ein av hetjunum í dag var hann aftur til arbeiðis. Búfólkini á Boðanesheiminum hava savnað undirskriftir, har tey krevja betri bussamband og fleiri ábøtur á heimið. Tey handaðu undirskriftirnar í dag. Men í ár hevur løgreglan fleiri amboð at forða felagsskapinum gera seg inn á grindadráp, tí nýggja grindalógin var samtykt fyri einum mánaða síðani. Í dag fara vit at hoyra um eina sterka og djarva gentu, sum eitur Pippi. Pippi er nú 70 ára gomul, so søgurnar um hana eru vælkendar. Søgan í dag er Pippi finnur ein spunk. Astrid Lindgren skrivaði um Pippi og Turið Sigurðardóttir týddi til føroyskt. Eir í Ólavstovu lesur fyri okkum. Á Løgmansskrivstovuni eru tey nú í ferð við at kanna, hvussu nógv, útsetta vitjanin hjá Margretu drotning og Heindrikki prinsi fer at kosta landskassanum. Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri, sigur, at tey vita ikki enn, hvussu nógv landið noyðist at gjalda fyri vitjanina, sum skuldi byrja í gjárkvøldið, men varð útsett mikudagin í síðstu viku. Í gjár boðaði borgarstjórin á Tvøroyri, Kristin Michelsen, frá, at landið eigur at rinda kommununum, sum hava havt útreiðslur av vitjanini endurgjald, nú vitjanin varð útsett við so lítlum skotbrái. Marjun Hanusardóttir sigur, at fær Løgmansskrivstovan rokningar ella krøv frá kommununum, verða tey viðgjørd og støða tikin til teirra. Og væntandi verður kvotan, sum ICES fer at mæla til, millum 700.000 og 800.000 túsund tons eftir 2016. Hon hevur verið oman fyri eina millión tons, tá sum mest var av toski í Barentshavinum. Nýggi eigarin er North Atlantic Group Ltd í Belis, sum keypti skipið frá Ocean Group Faroes fyri 67 milliónir krónur, júst tað sama, sum Ocean Group Faroes keypti Asbjørn Senior fyri í fjør. Skipið varð selt fleiri ferðir aftur og fram úr Vági til ymisk feløg í Thor samtakinum í Hósvík, sum høvdu makrelkvotur. Í fjør avreiddi Asbjørn Senior makrel fyri 32 milliónir krónur. Valúrslitið í Danmark kann hava við sær, at Føroyar og Grønland fáa størri ávirkan á sín uttanríkispolitikk. Tað halda donsku søgufrøðingarnir á universitetinum í Keypmannahavn, Jens Heinrich og Lars Hovbakke Sørensen. Teir vænta, at Lars Løkke Rasmussen og Helle Thorning Schmidt verða helst noydd at laga seg til krøvini úr Føroyum og Grønlandi fyri at skipa stjórn. Og tað verður eitt spæla um vald, meta teir báðir. Annaðhvørt fara Helle Thorning Schmidt og Lars Løkke Rasmussen at kappbjóða fyri at fáa føroysku og grønlendsku umboðini í sín part, ella avráða tey sínamillum, at tey fara ikki lata Føroyum og Grønlandi størri sjálvræði, siga søgufrøðingarnir við Sermitsiaq. Reyði vongurin í Danmark fær vanliga trý umboð, meðan blái vongurin fær eitt umboð valt í Føroyum og Grønlandi. Tað ger, at Lars Løkke Rasmussen verður í størri mun noyddur at laga seg til krøvini hjá føroysku og grønlendsku fólkatingsumboðunum fyri at fáa tey tvørtur um politisku miðjuna. Úrslitið kann verða, at Føroyar og Grønland fáa størri uttanríkispolitisk sjálvræði, siga Jens Heinrich og Lars Hovbakke Sørensen. Danski Fólkaflokkurin hevur sagt, at tey fara undir ongum umstøðum at taka undir við, at Føroyar fáa sína egnu grundlóg. Danski Fólkaflokkurin skjýtur upp at stovna eina ráðharrastovu fyri ríkisfelagsskapin og Arktis. Flokkurin hevur ikki viljað sagt, hvønn tey fara at styðja sum forsætisráðharra, og flokkurin hevur funnist at, at stjórnin hjá Helle Thorning Schmidt hevur tikið IA sum givið í fólkatinginum, og í alt ov lítlan mun givið politikkinum hjá flokkinum ans. Vit eru limir í danska fólkatinginum á jøvnum føti við onnur, sum verða vald, men tað hevur danska stjórnin gloymt. Og vit undrast á, at vit ongantíð eru boðin við til samráðingarnar um fíggjarlógina, sigur Sara Olsvig, forkvinna í IA, við Berlingske Tidende. Flokkurin varð boðin við til samráðingarnar um fíggjarlógina í fjørheyst, men Bjarne Corydon, fíggjarmálaráðharri, avlýsti fundin, stutt áðrenn hann skuldi vera. Hon finst at, at tað eru fleiri onnur viðurskifti, sum IA hevur áhuga í at vera við til at samráðast um. millum annað nevnir Sara Olsvig verjusamstarvið millum USA, Danmark og Grønland, sum støðin í Thule skal vera partur av. IA krevur nýggjar samráðingar um ta avtaluna. Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, sigur, at setanarsamrøðurnar verða í hesari vikuni, og um tvær vikur fær landsstýrismaðurin tilmæli frá Heilsumálaráðnum. Tá verður stjórin settur. Sjúkrahússtjórin er ovasti leiðarin á Landssjúkrahúsinum, og hevur evstu ábyrgd av virkseminum á stovninum. Samlaða játtanin til Landssjúkrahúsið er 640 milliónir krónur. Starvið er áramálssett í fimm ár við serligum sáttmála. Lønin er ájavnt 39. lønarflokk hjá tænastumonnum landsins við 15 prosentum í eftirlønargjlaid og við eini áramálsviðbót. Allir óbrúktir fiskidagar skulu strikast og síðani harafturat helvtin av teimum døgum, sum tá eru eftir hjá teimum, sum fiska tosk og hýsu. Havstovan tekur rívan til í tilmæli sínum til landsstýrismannin í fiskivinnumálum um fiskidagarnar næsta fiskiár, sum byrjar 1.september. Landsstýrismaðurin ger síðani eitt uppskot um broytingar í lógini um vinnuligan fiskiskap, sum hann leggur fyri løgtingið á ólavsøku. Hóast fimm ár eru liðin, síðani Skúlin við Løgmannabreyt í Hoyvík varð liðugur, er fíggjarligi parturin av byggingini ikki liðugur enn. Kravið var fyrst 11 milliónir og 150.000 krónur, og tá er meirvirðisgjaldið við, sum Tórshavnar kommuna fekk frá Búsetri. Búsetur fekk eykarokningar frá sínum undirveitarum, sum Búsetur sendi kommununi. Gerðarrætturin hevur longu avgjørt, at triðingurin av kravinum var fallin fyri tíðarfreistini, fyrningarfreistini. So tí triðinginum sleppur kommunan undan. Løgmaður er komin við almennari fráboðan, har hann heitir á okkum øll um at vera friðarlig og gestablíð, nú Sea Shepherd er komið til Føroya at mótmæla grindadrápi. Økta virksemið í Suðuroynni hevur økt um eftirspurningin eftir orku, og tað hevur fingið SEV at gera íløgu í ein nýggjan motor til verkið í Vági. Teir eru tríggir, Olivur Joensen, Kjartan Hansen og Brian Nýggjagarð, ið hava tikið stig til at søkja um loyvið til at søkkja fýra bátar á Borðoyavík nakað uttan fyri bygdina Norðoyri. Tá spurdi ein, hví vit ikki søkkja hesar bátar onkustaðni til frítíðarkavarar at kava niður til, sigur Olivur Joensen, ein av stigtakarunum. Olivur helt hetta verða eitt so gott hugskot, at hann fór í gongd við at kanna, um tað bar til, tí tað er ikki lov at søkkja bátar og skip í Føroyum. Og vit eru til reiðar at rudda og reinsa bátarnar, so vit lúka øll krøv, ið verða sett frá umhvørvismyndugleikunum, sigur Kjartan Hansen, ein av stigtakarunum til verkætlanina. Lars Olsen sigur, at tað var ein stór avbjóðing at taka við starvinum í 2011. Hann avloysti Brian Kerr, og vildi frá byrjan, at liðið skuldi spæla øðrvísi. Neyðugt er við eini uppgerð millum Føroyar og Danmark, tí áhugamál okkara eru so ymisk, og veruleikin hevur langt síðani yvirhálað heimastýrislógina. Tí mugu føroyingar umboða seg sjálvar, og Føroyar hava egnan uttanríkispolitikk. Tá uppgerðin við Danmark er liðug, eru Føroyar og Danmark ikki longur í ríkisfelagssskapi, men so leingi hann er til, ætlar Framsókn at føra síni sjónarmið fram á Fólkatingi, millum annað tí at verandi fólkatingsumboð arbeiða fyri eini ES tilgongd, sum er í andsøgn við støðuna hjá meginpartinum av Føroya fólki, sigur flokkurin. Joan og Jóna Eydnugarð, ið saman eiga hárfríðkanarstovuna Evoke, eru limir í einum altjóða toymi, sum á hvørjum ári hittist í onkrum europeiskum stórbýi, har tey finna uppá nýggj hársnið, sum tey siðani taka myndir av og geva út í bók. Bókin kann samanberast við eina kókibók, har ein sær uppskriftina hvussu ein, reint tekniskt, klippir seg til tað ávísa hársniðið, sigur Joan. Tríggjar kanningar eru gjørdar upp undir fólkatingsvalið hesaferð, og tær vísa allar, at Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin endurvinna sessirnar. Kanningin, sum Fynd hevur gjørt fyri Miðlahúsið og Kringvarpið, vísir, at Sambandsflokkurin fær 26,5 prosent av atkvøðunum, og Javnaðarflokkurin fær 22,4 prosent. Fólkaflokkurin fær sambært kanningini 16,1 prosent, Miðflokkurin 6 prosent, Framsókn 3,7 prosent, Sjálvstýrisflokkurin 2,5 prosent, og Uttanflokkalistin hjá Zakariasi Wang fær 1,9 prosent. Skipanin verður í løtuni royndarkoyrd í Týsklandi, og tað er ikki uttan orsøk, sigur Finn Jakobsen, deildarstjóri fyri tøkni hjá SEV. Umframt tað vóru fleiri aðrar konsertir í kringvarpshøllini, millum annað við Guðrið Hansdóttir, Sakaris og nýligani kosni vinnarin av Sement, Konni Kass. Eisini var høvi at fáa rundferð hálva hvønn tíma í Dag og Viku og Gekka studionum, í sendistudionum í útvarpinum, í savninum, og aðra staðni í húsinum. Makrelboykottið hevur fylt nógv í valstríðnum og ávirkar ivaleyst støðuna hjá Javnaðarflokkinum í veljarakanningunum, heldur Beinta Løwe, stjórnmálafrøðingur og journalistur. Hann vendi aftur til føroyskan fótbólt í 2011, og síðani tá hevur hann umboðað B36. Hann hevur vunnið tvey føroyameistaraheiti við felagnum, og nú er greitt at hann verður at síggja í hvíta búnanum til endan av kappingárinum í 2017. Hetta skrivar heimasíðan hjá felagnum. Har stendur eisini at lesa at Lukasz dámar sera væl í føroyum, ja so væl at hann og beiggin Adrian Cielsewicz hava latið umsókn inn um føroyskt pass. Teir hava ikki fingið svar uppá umsóknina enn. Ein slík umsókn kann taka heilt upp til tvey ár at viðgera. Men um Lukasz og beiggin, Adrian, fáa føroyskt pass, so er møguleikin eitt pláss á A landsliðnum til staðar. Harafturat eru so landsvegirnir. Landsverk sigur, at 100 kilometrar, fimti hvør kilometur, krevja asfaltering. Eftirsleipið svarar til millum 80 og 100 milliónir krónur Eftirsleipið svarar til fýra ferðir árligu játtanina til Landsverk. Í Danmark er hetta eftirsleipið 1,2, í Noregi 2,2, í Svøríki 2,5 og í Finnlandi 2,6, skrivar Landsverk í ársfrágreiðingini. Nú eitt samdøgur er eftir til fólkatingsvalið, stendur á jøvnum í Danmark, og tí fáa grønlendsku og føroysku umboðini stóran týdning fyri úrslitið, og hvør verður forsætisráðharri. Í Grønlandi eru ongar veljarakanningar gjørdar, og tí eru ongar metingar um, hvør fer at vinna valið har. Men tað eru teir báðir stóru flokkarnir, Siumut og IA, sum vanliga fáa umboðini, og roknað verður ikki við nakrari broyting har. Siumut hevur stuðlað danska Javnaðarflokkin, og tað fer flokkurin uttan iva eisini at gera í framtíðini. IA vil ikki siga nakað enn, hvønn flokkurin fer at stuðla sum forsætisráðharra eftir valið, men vanliga hevur flokkurin eisini stuðlað vinstravongin í fólkatinginum. Í Føroyum vísti veljarakanningin hjá Fynd í gjár, at Sambandsflokkurin fær annað umboðið valt, og Javnaðarflokkurin fær hitt. Men kanningin vísti eisini, at Tjóðveldi nærkast Javnaðarflokkinum, og minni enn tvey prosentstig eru á muni. Sambandsflokkurin stuðlar bláa vongin, meðan Javnaðarflokkurin stuðlar reyða vongin. Tjóðveldi vil ikki undan valinum siga, hvønn vong flokkurin fer at stuðla. Verður gongdin sum vanligt, vísir seinasta danska veljarakanningin, at Helle Thorning Schmidt fer at halda fram sum forsætisráðharri. Grikkar vilja ikki geva seg mótvegis hinum evrulondunum og altjóða valutagrunninum, IMF, og tí slepst neyvan undan, at landið noyðist úr samstarvinum um evruna, og má aftur at nýta gamla gjaldoyrað, drachma. Bretska blaðið The Telegraph skrivar, at grikska stjórnin arbeiðir við at lata Grikkaland fara á húsagang eftir sama leisti, sum Ísland fór á húsagang. Ætlanin er at tjóðartaka griksku bankarnar og peningarenslið í landinum. Hendir tað, so er Grikkaland ikki longur við í samstarvinum um evruna. Grikski fíggjarmálaráðharrin sigur, at Grikkaland hevur einki nýtt uppskot um loysn í skjáttuni, tá fíggjarmálaráðharrarnir í ES hittast í morgin. Týsk bløð skriva, at ES arbeiðir við eini serligari loysn, um eingin semja fæst á skuldarspurninginum hjá Grikkalandi í seinasta lagi um vikuskiftið. Loysnin skal vera tann sama, sum Kypros noyddist at góðtaka í 2013, og tað er, at ES yvirtekur eftirlitið við peningakervinum í landinum. Mogens Lykketoft, sum verður formaður í ST í september, kann ikki fara í farloyvi sum formaður í fólkatinginum, og tí má nýggjur formaður ella forkvinna veljast. Og tað er neyðugt, hóast Helle Thorning Schmidt heldur fram sum forsætisráðharri. Mogens Lykketoft var í New York mánadagin, har hann segði seg taka av sessinum sum formaður í ST í eitt ár. Hann byrjar í september, og hann fær farloyvi sum fólkatingslimur, um hann verður valdur aftur, men hann fær ikki farloyvi sum formaður í fólkatinginum. Tí sleppur Mogens Lykketoft til USA í september, og tann næsti á listanum tekur so sæti í fólkatinginum tað árið, Mogens Lykketoft skal vera í New York. Tey stevndu bankanum við kravi um, at avtalur um lán, sum tey tóku í 2006 og í 2007, skuldu halda fram sum avtalað, og at bankin hevði ikki rætt til at broyta lánstreytirnar í 2012. Í dag halda avhoyringarnar fram, og tá skal stjórin, John Rajani, avhoyrast aftur. Janus Petersen, forstjóri, skal eisini avhoyrast. Hann varð ikki avhoyrdur, tá málið var fyri í Føroya rætti. Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum, og Laufey Blaasvær, samskiftisráðgevi, meta um avrikið hjá Sambandsflokkinum í andglettinum fríggjakvøldið. Næsta hálvt annað árið ætla íslendingar at byggja 12 trolarar, níggju ísfiskatrolarar, ein frystitrolara og tvey uppsjóvarskip í Turkalandi, skrivar Fishupdate. Fólkaflokkurin hevur 12 valevni, av teimum eru tvær kvinnur, Sambandsflokkurin hevur 14 valevni, av teimum eru tvær kvinnur, Javnaðarflokkurin hevur 12 valevni, av teimum eru seks kvinnur, Tjóðveldi hevur 12 valevni, av teimum eru fimm kvinnur, Framsókn hevur 6 valevni, av teimum eru tríggjar kvinnur, Nýtt Sjálvstýri stillar tveir mans upp, Miðflokkurin tríggjar mans, og á uttanflokkalistanum er ein maður. Kringvarpið hevur fingið eina átalu frá Løgtingsins Umboðsmanni, tí ein umbøn um innlit ikki varð svarað fyrr enn fýra mánaðir eftir, at hon varð send stovninum. Umboðsmaðurin heldur eisini, at tað var serstakliga óheppið, at innlit varð latið í eymar upplýsingar, p tal og kontunummur, sum eru undantiknar rættinum til innlit. Løgtingsins Umboðsmaður fekk eina klagu 11. januar í ár, tí viðkomandi hevði ikki fingið svar upp á eina innlitsumbøn, sum varð send 7. oktober í fjør. Umboðsmaðurin gjørdi av at kanna málið nærri, og 13. januar varð klagan send Kringvarpi Føroya til ummælis, samstundis sum biðið var um at læna øll skjøl í málinum. Við teldubrævi, dagfest 11. februar 2015, fekk klagarin innlit í umbidna málið, eins og umboðsmaðurin fekk avrit av teimum skjølum, sum klagarin hevði fingið innlit í. Kringvarp Føroya hevur í frágreiðing til umboðsmannin víst á, at innlitsáheitanin frá klagaranum tíverri var dottin niður ímillum. Tað gingu sostatt fýra mánaðir, frá tí at klagarin bað um innlit, til Kringvarp Føroya gav klagaranum innlit í málið. Hetta haldi eg vera alt annað enn nøktandi, sigur umboðsmaðurin, sum gevur Kringvarpinum eina átalu. Sjóvinnustýrið visti av ongum, fyrr enn tíðindini komu í Kringvarpinum og øðrum miðlum um, at strandfaraskipið Teistin hevði borið við grótkastið í Hesti skírismorgun í fjør. Um fráboðanarskyldu sigur Sjóvinnustýrið, at tá óhapp henda, skulu skiparin ella reiðarin boða Sjóvinnustýrinum frá skjótast til ber. Hetta var ein halgidag, skírisdag, men Sjóvinnustýrið hevur eina vakttelefon, sum altíð kann ringjast til, stendur í frágreiðingini. Sjóvinnustýrið fekk at vita frá Strandfaraskipum landsins, at ISM trygdarmanualurin hjá Teistanum ella Strandferðsluni hevði einki um fráboðanarskyldu til Sjóvinnustýrið. Hann varð keyptur til eitt snikkaraverkstað í Klaksvík í 1966, men fyrst í sjeytiárunum fekk bilurin stóran skaða eftir eitt ferðsluóhapp í eina tunlinum á Borðoynnið. Og síðani hevur bilurin staðið turt og fjálgt Hoyr reportaguna her Tí er alneyðugt at blanda kortini av nýggjum, um samfelagið framhaldandi skal varðveita og menna tær tænastur, sum Landsverk veitir. Fyrireikingarnar byrjaðu longu, tá valið varð útskrivað og nú, góðar tríggur vikur seinni, verður seinasta hond løgd á. Millum annað verður farið gjøgnum tær mongu brævatkvøðurnar, sum eru sendar inn og skulu góðkennast. Hoyr meira í samrøðuni við Jóan Petur Hentze, valstýrisformann í Tórshavn, um fyrireikingarnar til fólkatingsvalið, sum verður í morgin. Valfepurin í Danmark er í hæddini, og í dag hava bæði sosialdemokratiski stjórnarflokkurin og Vinstri óvæntað skipað fyri tiðindafundi í eini roynd at reka tey seinastu á val. Gunnar Nielsen fór longu 15 ára gamal úr Føroyum, og hevur tí ikki spælt á vaksnamannastigi í Føroyum. Hann hevur spælt í Danmark, Onglandi, Skotlandi og nú Íslandi. Í 2010 spældi Gunnar Nielsen sum fyrsti føroyingur í Premier League, tá ið hann vardi málið fyri Manchester City í dysti móti Arsenal á Emerates. Í útvarpsstovuni at meta um teirra avrik eru Sveinur Tróndarson, blaðstjóri á Dimmalætting, og Laufey Blaasvær, samskiftisráðgevi. Bæði hava tey hollar royndir innan miðlar, politikk og samskifti. Ríkisfelagsskapurin hevur í seinastuni verið undir trýsti, tí Danmark sum limur í ES, lat sínar havnir aftur fyri føroyskum skipum, tá ES setti handilstiltøk í verk móti Føroyum undir silda og makrelstríðnum. Valevni skifta orð um, hvussu ríkisfelagsskapurin hóskar til dagsins viðurskifti, og hvat gerast skal við hann um nakað. Val til Fólkatingið plagar ikki at fáa føroyingar upp at garta. Við seinasta val lá valluttøkan heilt niðri á 58,9 prosentum. Í roynd og veru er vallutøkan minkað støðugt síðani 2001, tá 79,5 prosent greiddu atkvøðu. Í 2005 tódnaði aktivi veljaraskarin niður í 72,7 prosent, og aftur í 2007, tá bara 66,8 prosent greiddu atkvøðu. Og, sum nevnt, vóru enn færri á vali seinast, bara 58,9 prosent. Valevni skifta orð um, hvat veljarin sigur við hesi støðutakan, og hvat tey halda eigur at gerast við støðuna. Luttakarar Tórbjørn Jacobsen, Tjóðveldi, Bárður Nielsen, Sambandsflokkurin, Zakarias Wang, Uttanflokkalistin, Ruth Vang, Framsókn, Jákup Mikkelsen, Fólkaflokkurin, Rigmor Dam, Javnaðarflokkurin, Pól Jákup Poulsen, Nýtt Sjálvstýri og Karsten Hansen, Miðflokkurin. Í dag hoyra vit søguna um Ernst, sum børnini í Frítíðarskúlanum í Smílið Býlinum hava skrivað. Tey siga frá og eru leikarar. Henry á Fríðriksmørk hevur sett saman og gjørt tónleikin til Á fólkatingsvalinum 15.september í 2011 vóru 59,8 prosent av teimum, sum tá høvdu valrætt, á vali. 14.083 veljarar brúktu ikki valrættin tá. Enn bendir nógv á, at føroysku og grønlendsku umboðini á Fólkatingi verða avgerandi fyri, um tað verður Helle Thorning Scmidt ella Lars Løkke Rasmussen, sum verður danskur forsætisráðharri. Tað er framvegis, sambært nýggjastu veljarakanningini sum var gjørd í gjárskvøldið, ógvuliga lítið sum skilir reyða og bláa vongin í Danmark. Sambært nýggjastu kanningini, sum varð kunngjørd í gjárkvøldið, fær blái vongurin 51,3 prosent av atkvøðunum, meðan hin reyði fær 48,7 prosent. Føroyar og Grønland fáa hvør síni tvey umboð í Fólkatingi. Ofta lagar úrslitið í Føroyum og Grønlandi seg soleiðis, at tilsamans tríggir flokkar stuðla reyðari stjórn, og ein tí bláu. Sosialdemokratarnir eru størsti flokkur í kanningini. Flokkurin fær 25,9 prosent av atkvøðunum. Vinstriflokkurin fær 20,6 og triðstørsti flokkur er danski Fólkaflokkurin, ið fær 18,1 prosent. Føroya pedagogfelag minti í gjár enn einaferð á, at felagið fer at seta fram krøv um munandi lønarhækkingar, tá sáttmálasamráðingar verða í seinastu viku í august. Í gjár var undanfundur millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, har mannagongdir vóru avtalaðar, áðrenn samráðingarnar av álvara byrja eftir summarfrítíðina. Á heimasíðuni hjá Føroya Pedagogfelag stendur, at Jógvan Philbrow, formaður í felagnum fyrireikaði mótpartin upp á, at felagið fer at krevja meira í løn til sínar limir. Formaðurin vísti millum annað á, at í summum førum fáa vaskifólk á stovnunum meira í løn enn námsfrøðilig hjálparfólk. Anita Fuglø, skrivari hjá Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, vísti á, at KAF og lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum helst fóru at samráðast saman um partar av sáttmálunum, har áhugamálini vóru felags, men at tey ikki høvdu bundið seg til at samráðast saman um alt, skrivar heimasíðan hjá Føroya Pedagogfelagi. Sambært nýggjastu kanningini, sum varð kunngjørd í morgun, fær reyði vongurin 51,1 prosent av atkvøðunum og 90 sessir, meðan hin blái vongurin fær 48,9 prosent og 85 sessir í fólkatinginum. Sostatt er gondin vent í mun til veljarakanningina, sum var gjørd í gjárkvøldið, har blái vongurin fekk 51,3 prosent av atkvøðunum og 89 sessir í fólkatinginum, meðan hin reyði fekk 48,7 prosent, og 86 sessir. Úrslitið er tó enn óvist, og tað er lítið, sum skilir reyða og bláa vongin í Danmark. T kunnu føroysku og grønlendsku umboðini á fólkatingið framvegis verða avgerandi fyri, um tað verður Helle Thorning Scmidt ella Lars Løkke Rasmussen, sum verður danskur forsætisráðharri. Føroyar og Grønland fáa hvør síni tvey umboð í Fólkatingi. Ofta lagar úrslitið í Føroyum og Grønlandi seg soleiðis, at tilsamans tríggir flokkar stuðla reyðari stjórn, og ein tí bláu. Vantandi politiskur vilji er orsøkin til, at eingin eftirskúli er komin í Føroyum enn, hóast nú eru skrivað trý álit um eftirskúla. Tað sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum og limur í eftirskúlanevndini. Hann sigur við Skúlablaðið, at hann ivast onga løtu í, at tørvurin á eftirskúla í Føroyum er ógvuliga stórur. Sambært nýggjasta álitinum um eftirskúla, sum kom í mars í ár, fara 120 ungir føroyingar av landinum á hvørjum ári í eftirskúla. Tí er grundarlag fyri at stovna eftirskúla í Føroyum. Í nýggjasta álitinum um eftirskúla er uppskot um eftirskúla á Drelnesi til 80 næmingar. Hetta er triðja álitið um eftirskúla, sum er skrivað seinastu tíggju árini. At einki enn er komið burturúr er tí, at politiski viljin skortar, sigur Herálvur Jacobsen við Skúlablaðið. Nógv eru tey, ið eru von við at deila stóran part av lívinum við umheimin á facebook, men ikki alt er loyvt at deila við vinir og kenningar millum annað atkvøðuseðilin til fólkatingsvalið. Lógin um fólkatingsvalið sigur, at tað er tín skylda sum veljari, at halda títt val loyniligt. Tú hevur tí ikki loyvi til at prógva, at tú hevur verið á vali við at almannakunngera myndir úr atkvøðuklivanum. Víðari stendur í lógini, at tú skalt leggja seðilin saman, áðrenn tú fert út úr klivanum, so eingin kann síggja, hvat tú hevur valt. Heldur ikki er loyvt at skriva annað enn ein kross á atkvøðuseðilin. Um tú teknar ella skrivar nakað annað á seðilin, verður hann ógildaður, og telur tí ikki við. Niðurstøðan hjá rættinum var, at Løgmansskrivstovan ikki skal viðganga, at avgerðin um at taka aftur løggildingina hjá tveimum grannskoðarum er ógildug. Grannskoðararnir, sum skutu dómin hjá Føroya rætti inn fyri Landsrættin, skulu umframt egnan sakarkostnað rinda Løgmanskrivstovuni 40.000 krónur í sakarkostnaði fyri viðgerðina í Landsrættinum. Dómurin staðfestir, at fyri at kunna kalla seg autoriseraður, løggildur, grannskoðari, skal grannskoðarin hava staðið eina serliga próvtøku. Tí er tað í lagi, at Løgmansskrivstovan og løgmaður tann 21.februar í 2012 ógildaðu skrásetingina, sum níggju grannskoðarar fingu í 2007 uttan at hava staðið kravdu royndina. Leingi hevur verið spenningur um, hvørt føroysku atkvøðurnar kunnu vera tær, ið avgera, hvør skal stjórna Danmark næstu fýra árini. Og hetta hevur fylt nógv í donsku miðlunum. Her eru nøkur dømi um søgur, ið eru skrivaðar síðstu dagarnar. Fólkatingsvalið krevur eisini nógv av tøknini, tá teir síðstu ivandi veljararnir skulu sannførast. Tað má Alternativet sanna í dag, tí so nógv ferðsla hevur í dag verið á teirra heimasíðu, at hon ikki kláraði meira, og hoknaði undan. Tey fingu í skundi eina fyribils heimasíðu upp at koyra, soleiðis at fólk kunnu síggja teirra stevnumið og lesa seg fram til, hvørjum tey standa fyri, men nú er líkt til at heimasíðan koyrir aftur. Alternativet stillar upp á fysta sinni, og veljarakanningar vísa á, at tað fer at gangast nýggja flokkinum væl, og at hann fer at fáa góða umboðan á fólkatingi. Áhugin fyri fólkatingsvalinum er ikki tann sami sum til kommunu og løgtingsval, sjálvt um prátið gongur. Væntandi verður vallutøkan umleið 60 prosent. Heilsuhúsið verður tvørfakligi snúningsdepilin hjá øllum tænastum og tilboðum á eldraøkinum, sum kommunan yvirtók á nýggjárinum og hevur skipað í nýggja stovninum Heilsu og umsorganartænastan. Meta av Fløtum er leiðari í Heilsuhúsinum, sum er ein av trimum eindum í Heilsu og umsorganartænastuni. Hinir báðir eindarleiðararnir eru Jóngerð Guttesen og Maiken Olsen. Saman eru tær tríggjar leiðslutoymið í Heilsu og umsorganartænastuni. Leiðslutoymið fer at halda til í Heilsuhúsinum. Haraftrat fara okkurt um 20 starvsfólk at hava skrivstovu har. Heilsuhúsið verður eisini miðstøð hjá heimatænastuni, sum fevnir um heimahjálparar, heimasjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og fysioterapeutar og ergoterapeutar. Heilsuhúsið letur upp eftir summarfrítíðina. Í morgunsendingini prátaði Kári Olsen við donsku Mette Hybel, ið er í Føroyum fyri at siga frá valinum fyri DR. Bæði reyði og blái blokkur í Danmark hyggja móti Føroyum í hesum døgum, og tað hevur við sær at miðlarnir eisini eru áhugaðir í føroyska valinum. Eitt av teimum donsku fjølmiðlafólkunum, ið er komin til Føroya, er Mette Hybel, ið starvast hjá DR. Mette Hybel sigur, at sum heild eru teir føroyingar, sum hon hevur tosað við, ikki so upptiknir av, hvørt reyði ella blái blokkur vinnur, men meira hugsa tey um, hvat føroyingar á fólkatingi kunnu fáa ávirkan á, sum kann vera føroyingum til gagns. Tað tykist vera heilt greitt, at teir føroysku og grønlendsku sessirnir verða avgerandi fyri valúrslitið, og tað tekur Vinstri nú avleiðingina av. Flokkurin hevur fyri fyrstu fer í hesum valstríðnum sent tíðidnaskriv til føroyskar miðlar. Í tíðindaskrivinum, sum útvarpið hevur fingið frá Vinstra í morgun, stendur, at forðingar í ríkisfelagsskapinum og millum norðurlond skulu beinast burtur. Tað verður eisini drigið fram, at fólkatingsmaðurin fyri Sambandsflokkin longu hevur tikið hetta málið upp í fólkatinginum. Haraftrat boðar Bertel Haarder frá, at hann ætlar at seta seg í samband við allar ráðharrar, sum ikki ganga krøvunum hjá Føroyum og Grønlandi á møti. Við millum lítlum og ongum muni á reyða og bláa blokki, er sum vera man spennandi, og danskir flokkar og politikarar royna av øllum alvi at ávirka tey mongu, ið enn ikki hava gjørt av, hvar krossurin skal setast. Kaj Joensen tosaði við nakrar danskar veljarar, og hesir siga seg einki hava ímóti, at føroyingar og grønlendingar kunnu koma til at avgera hvør skal stjórna Danmark komandi árini, tí vit eru øll partar av ríkisfelagsskapinum við sama fólkaræði. Ongar exit poll kanningar verða almannakunngjørdar í Danmark áðrenn valstøðini lata aftur, tí so nógv kann ávirkast av tílikum forsøgnum. Klokkan níggju í morgun lótu tey 58 valstøðini í Føroyum upp og opið er til klokkan átta í kvøld. 35.607 fólk hava valrætt til fólkatingsvalið í dag. Tey hava 62 valevni, 44 menn og 18 kvinnur, á átta listum at velja millum. Í Havn siga tey frá góðari vallutøku intil víðari. Klokkan 12 hvødu 1433 avgreitt atkvøðu, samanborið við 2011, tá høvdu 1315 fólk atkvøtt klokkan 12. Í 2011 atkvøddu 60,9 í Havn. í 2007 var vallutøkan 68,4 prosent og tá høvdu 1459 fólk atkvøtt tað sær tískil út til, at vallutøkan verður eins høg, sum í 2007. Í Klaksvík manglaði bert ein atkvøða í klokkan 12, so høvdu líka nógv verið á valið klokkan 12 í ár, sum í 2007. Tá var luttøkan 66 prosent í Klaksvík. Á Toftum høvdu 67 fólk greitt atkvøðu klokkan 12 í dag. Tað er sama tal, sum sama tíðaskeið í 2011. Í ár hava 871 fólk atkvøðurætt og í 2011 høvdu 848 fólk atkvøðurætt. Tí var valluttøkan eitt sindur minni á middegi í ár, smanborið við valið í 2011. Luttøkan er fallin frá 7,9 prosentum í 2011 til 7,7 prosent í dag. Í Sørvági høvdu 79 fólk greitt atkvøðu á middegi. Tað eru 20 meira enn sama tíðarskeið í 2011, tá 59 fólk høvdu valt. Sostatt hava 20 fólk fleiri valt áðrenn klokkan 12 enn í 2011. Tað segði Føroya rættur tann 2. februar. Og tað sama segði Eystari landsrættur í morgun, tá hann staðfesti dómin hjá Føroya rætti. Grannskoðararnir, sum skutu dómin hjá Føroya rætti inn fyri Landsrættin, skulu umframt egnan sakarkostnað rinda Løgmanskrivstovuni 40.000 krónur í sakarkostnaði fyri viðgerðina í Landsrættinum. Dómurin staðfestir, at fyri at kunna kalla seg autoriseraður, løggildur, grannskoðari, skal grannskoðarin hava staðið eina serliga próvtøku. Tí er tað í lagi, at Løgmansskrivstovan og løgmaður tann 21. februar í 2012 ógildaðu løggildingina, sum Skráseting Føroya gav níggju grannskoðarum í 2007 uttan at teir høvdu staðið kravdu royndina ella fingið aðra útbúgving uttanlands, sum svarar til kravdu royndina. Skásetingin gav løggildingarnar eftir at Innlendismálaráðið, sum var kærumyndugleiki, tvær ferðir avgjørdi, at grannskoðararnir skuldu fáa løggilding. Í Eystara landsrætti segði annar grannskoðarin, at hann hevur ikki biðið um at sleppa til próvtøku. Skráseting Føroya hevur givið honum freist til næsta ár at standa royndina. Ymiskt er, hvussu vit halda valdagin. Í einum av teimum smærru valstøðunum norðast í Eysturoynni royna tey at gera valdagin serligan. Tey borðreiða millum annað við góðum mati og myndum at hyggja at. At reka handil uttan at lýsa, er sum at blunka til eina kvinnu í myrkri, sigur Sissal, tá hon verður spurd, um tað er neyðugt hjá politikarum at profilera seg. Tú mást markera teg har tínir veljarar eru vel tann platform, sum tínir veljarar nýta, so tey síggja teg, heldur hon fram. Skulu veljarar leggja merki til tín, er tað er ein balansugongd, hvussu nógv tú skalt gera burturúr. Eru nógv onnur um boðið, mást tú gera meira burturúr, men eru fá, ið profilera seg, mást tú ikki gera ov nógv burturúr, tí so stendur tú og rópar einsamøll, og tað tíma fólk heldur ikki. Veljarar kunnu bert halda seg til tað, sum politikarar siga, og hava ongan reklamatiónsrætt. Hetta merkir, at tað snýr seg um, at veljarin skal hava álit á tí sum politikarin sigur. So politikarin skal halda seg til síni aðalmál, og ikki royna at hava eina meining um alt. Tá tað kemur til hvørjar platformar ein politikari skal velja, sigur Sissal um valplakatina, at hon er ein góð áminning um andlitið hjá politikaranum. Einsøll selur hon ikki, men saman við øðrum platformum er hon góð. Um sosialu miðlarnar sigur ho,n at føroyskir politikarar eru ikki so royndir politiskt har enn, og tey duga ikki altíð ikki nóg væl at hugsa seg um, áðrenn tey skriva. Tað er skjótt at tey kunnu siga okkurt, ið er óheppi, og kunnu á henda hátt vera drigin við inn í stór skeldarí á sosialu miðlunum, uttan at vilja tað. Google ads er eitt nýtt mið hjá føroyingum, og tí fáa teir politikarar, ið nýta hesar, sera nógv fyri pengarnar, sjálvt um tað ikki hevur verið kostnaðarmikið. Soleiðis sá út í høllini á Hálsi klokkan 13 í dag. Klokkan trý høvdu 2888 fólk valt 9,9 prosent fleiri enn sama tíðarskeið í 2011. klokkan14 høvdu 505 fólk verið á valið í Klaksvík, og hetta eru 150 fleiri enn við valið í 2011, so sigast má at vallutøkan munandi frægari í ár um somu tíð. Ein av orsøkunum til øktu vallutøkuna, halda fólk í Klaksvík vera sosialu miðlarnir, sum hava ført valið nærri veljaranum, og tí hava kveikt áhugan. Petur Jákupsson formaður í valstýrinum á Strondum mátti bera seg undan uppgávuni sum formaður í dag, tí hann hevur slitið sær halsinuna, meðan hann spældi fótbólt. Tað er ikki krav at tú skalt hava frísk bein til uppgávuna, men tað hjálpir, so Petur Jákupsson fer at vera heima í kvøld, meðan hini telja upp. Fólkatingsval hevur verið á skránni í Kringvarpinum í dag. Starvsfólk hava arbeitt við ymsum valsendingum, og fyrireikað live sendingina, sum byrjar klokkan 19 í kvøld. Útvarp og sjónvarp senda saman valkvøldið. Í sjónvarpsstovuni fylgja vertir og viðmerkjari við føroyska og danska valinum. Í kringvarpshøllini eru politkarar og aðrir gestir staddir, teir gera viðmerkingar bæði til útvarp og sjónvarp. Vit hava eisini fólk kring landið. sum fylgja við gondini har. Alt kvøldið er eitt landt valkvøld, og vit seta ikki punktum, fyrr enn endaligur úrslitini eru komin í hús. Og Høgni Hoydal svaraði fjølmiðlafólkunum, at hann vil hava donsku stjórnina at lova, at hon ikki blandar seg í tilgongdini fram móti eini føroyskari grundlóg. Tey fýra Óluva Zachariasen, Guðrun Eysturlíð, Pauli Djurholm og Rúni Thomsen ganga í Suðuroy í allan dag. Tey fóru úr Sandvík tíðliga í morgun, og leiðin gongur til Akrar. Ætlandi koma tey á mál klokkan tíggju í kvøld tveir tímar eftir, at valstøðini hava latið aftur. Krossarnir eru tó settir, tí øll hava tey greitt brævatkvøðu. Valdagin sótu Vilhelm Johannesen, fyrrverandi tingmaður og pápi verandi formannin í Javnaðarflokkinum, og Jógvan við Keldu, fyrrverandi landsstýrismaður og borgarstjóri fyri Fólkaflokkin, aftur við køksborðið á Garðavegi í Klaksvík. Har ótu teir millum annað skerpikjøt frá einum valevni hjá Tjóðveldi. Jóannes greiðir frá um tíðina í 1998 og frameftir við sokallaðu fullveldissamgonguni , um ikki at vilja verða partur av innanríkispolitikki í danmark yvirhøvur, og um virðiligan enda á bankamálinum, sum hevði stóran samfelagsligan týdning í Føroyum. Á fólkatingsvalinum í 2011 var Tjóðveldi 1,6 frá fólkatingssessinum, sum Sjúrður Skaale vann fyri Javnaðarflokkin. Men Annita á Fríðriksmørk, valevni fyri Tjóðveldi er spent at síggja valúrslitini í kvøld. Tær nógvu veljarakanningarnar, sum eru gjørdar í Danmark, benda á, at føroysku og grønlendsku umboðini kunnu gerast avgerandi fyri, um tað verður reyði ella blái vongurin, ið vinnur danska valið. Tí eru eisini nógv donsk fjølmiðlafólk í Føroyum í dag. Eydnast tað Tjóðveldi at yvirhála Javnaðarflokkin og vinna annan fólkatings sessin, kann Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, gerast ein lyklapersónur í tætta stríðnum um, hvør skal stjórna Danmark næstu fýra árini. Hetta hevur upptikið donsku fjølmiðlarnar, sum vitja í sambandi við valið. Formaðurin í Fólkaflokkinum valdi í Sørvági tíðliga seinnapartin. Hóast flokkurin ikki hevur verið frammaliga í meiningakanningunum, hevur hann framvegis vón um at vinna ein fólkatingsess. Sandoyingar eru ójavnir á máli um fólkatingsvali og teir báðar føroysku sessirnir á danatingi. Spurningurin um loysing og samband skilir bæði fólk og bygdir í oynni. Valstríðið hevur verið tamt, og áhugin er ikki eins stórur og til løgtingsval. Valhýrinum bilar kortini einki í Sandoynni. Seinast var eg vald, til Havnin var upptald, sigur hon og leggur afturat, at Fólkaflokkurin nokk hevur ein ávísan trupulleika við ímyndini av, at vera heldur gamaldags flokkur. Simon Kvamm, hvørs abbi var føroyingur, skrivar soleiðis á Twitter í kvøld Til mine venner og slægtninge p Færøerne Hvis I sørger for en Rød Regering, spiller De Eneste To gratis i Thorshavn til efter ret . Vit hava nógv góð valevni til fólkatingsvalið og vit avgjørdu at ikki seta so nógv valevni á lista E. Bjørt Samuelsen hevur ikki tikið avger um hon stillar upp til løgtingsvalið. Valluttøkan á Hálsi var tilsamans 66,3 prosent. Av 12051 veljarum í Tórshavn, Hoyvik og á Hvítanesi, hava 7986 veljarar valt. Tey eru farin at telja, og lata nú brævatkvøðurnar upp Sambandsflokkurin fer 6,4 prosentstig aftur, men er við 2.286 atkvøðum størsti flokkur. Í hølunum á Sambandsflokkinum kemur Javnaðarflokkurin við 2.229 atkvøðum. Hyggja vit at persónligu atkvøðunum, er Edmund Joensen fremstur við 1.094. Á øðrum plássi er Sjúrður Skaale við 998. Annika Olsen, ið hevur fingið 547 atkvøður higartil, er á triðja plássi. Tá avtornaði vísti tað seg, at Tjóðveldi hevði eitt framúr gott val í Havn og bleiv størsti flokkur. Javnaðarflokkurin bleiv nummar tvey. Allar kanningar undan valinum hava greitt víst, at Sambandsflokkurin var størstur og fór at verða fyrst valdur. Løgmaður viðgongur, at úrslitið var óvæntað, men at soleiðis eru lívsins viðurskifti. Tú vinnur viðhvørt og tapir viðhvørt, sigur løgmaður. Endaliga úrslitið var hetta A. Fólkaflokkurin 4.368 18,7 3935 19,0 0,3 B. Sambandsflokkurin 5.500 23,5 6362 30,8 7,2 C. Javnaðarflokkurin 5.666 24,3 4332 21,0 3,3 D. Sjálvstýrisflokkurin 403 1,7 483 2,3 0,6 E. Tjóðveldi 5.730 24,5 3995 19,3 5,2 F. Framsókn 749 3,2 692 3,4 0,1 H. Miðflokkurin 605 2,6 875 4,2 1,6 X. Uttanflokkalisti 345 1,5 0 0,0 1,5 Top 10 Samlað fyri 58 valstøð C Sjúrður Skaale 2495 B Edmund Joensen 2416 A Annika Olsen 1754 E Høgni Hoydal 1477 C Aksel Vilhelmson Johannesen 1174 E Magni Arge 1082 E Kristina Háfoss 563 E Sirið Stenberg 561 A Jørgen Niclasen 531 E Annita á Fríðriksmørk Vinnarar C Sjúrður Skaale 2495 B Høgni Hoydal 1477 Spenningurin var stórur, og valevnini fyri Tjóðveldi, Javnaðarflokkin, og Sambandsflokkin tordu ikki at ásanna úrslitið fyrr enn tað var kunngjørt alment. Tølini bendu á at Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin fóru at varðveita sín sess á fólkatinginum, men stutt áðrenn úrslitið í Tórshavn var tøkt fekk pípan eitt annað ljóð. Sí her, tað sum tú ikki sást í sjónvarpinum. Helle Thorning Schmidt hevur verið forkvinna í danska Javnaðarflokkinum í tíggju ár, og seinastu fýra árini hevur hon verið forsætismálaráðharri í Danmark. Í kringvarpshøllini eru politikarar og aðrir gestir staddir, teir gera viðmerkingar bæði til útvarp og sjónvarp. Vit hava eisini fólk kring landið, sum fylgja við gongdini har. Umframt at Niels Uni Dam sigur sína hugsan, verða fleiri sangir á fløguni spældir í sendingini, so lurtarin eisini kann gera sína egnu meting um útgávuna. Tað sá í fyrstuni út til, at Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin fóru avstað við teimum tveimum fólkatingssessunum. Men brádliga vendist alt. Í evstu løtu megnðai Sonni at teska Jesus og síðani tá, hevur hann ikki ivast í, at Guð er til og friðurin, sum hann fekk tá, hevur hann enn. At Danski Fólkaflokkurin er størsti flokkur, ger umstøðurnar truplar hjá Lars Løkke Rasmussen, tí flokkarnir eru ikki samdir í øllum spurningum, sigur Kaj Joensen, tíðindamaður úr Keypmannahavn. Hann ásannar, at flokurin skuldi havt gjørt meira burtur úr Havnini, men hevur tó ongar ætlanir um at taka avleiðingar av persónliga ósigrinum. Allar meiningakanningar vístu greitt, at Sambandsflokkurin var tryggur, meðan eitt sindur av óvissu var um umboðið hjá Javnaðarflokkinum, tí Tjóðveldi nærkaðist. Flokkurin fer nú miðvíst eftir valdinum og forsætismálaráðnum um ikki júst nú, so seinni, sigur Hans Engell, politiskur viðmerkjari. Kommunurnar, sum eiga SEV, samtyktu einmælt á eykaðalafundi fyrrapartin, at SEV skal stovna tvey partafeløg, annað skal eiga myllurnar í Neshaga, hitt myllurnar í Húsahaga. Og Eystari landsrættur hevur viðgjørt málið í hesari vikuni. Proseduran var í gjár, og málið er tikið upp til dóms. Dómur fellur 7.juli. Fólk stevndu BankNordik við kravi um, at avtalur um lán, sum tey tóku í 2006 og í 2007, skuldu halda fram sum avtalað varð, og at bankin ikki hevði rætt til at broyta lánstreytirnar í 2012. Sjúrður Skaale sigur, at hann fer at stilla upp til løgtingsvalið, fær hann áheitan um tað. Men verður hann eisini valdur í løgtingið, fer Sjúrður Skaale heldur ikki at sita í løgtinginum og fólkatinginum samstundis Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, ið varðar av lógini, sigur við Portalin, at talan er um orðingar í lógini, ið løgreglan vil hava greiðari. Tað er løgreglan, ið aftaná at lógin er lýst í gildi, hevur eftirlýst greiðari orðingar, tá tað snýr um at leggja hald á bátar og annað hjá Sea Shepherd, sigur Jacob Vestergaard við Portalin. Fráfarandi forkvinnan í flokkinum, Helle Thorning Schmidt, fráfarandi forsætisráðharri, segði í dag, at hon er sannførd um, at Mette Frederiksen verður ein góð forkvinna í flokkinum. Mette Frederiksen hevur leingi verið nevnd sum tann, ið skuldi taka við Helle Thorning Schmidt ikki minst, tá tað ljóðaði, at Thorning fór at fáa ein týdningarmiklan sess í ES. Tað varð kortini av ongum. Tá valúrslitið varð greitt í gjárkvøldið, boðaði Helle Thorning Schmidt frá, at hon fór at leggja frá sær sum forsætisráðharri og forkvinna í javnaðarflokkinum. Lars Løkke Ramussen, formaður í Vinstra, fer at boðsenda øllum flokkum í fólkatinginum til fundar í morgin, í eini roynd at kanna møguleikarnar fyri at skipa nýggja stjórn. Allir teir borgarligu flokkarnir hava víst á Lars Løkke Rasmussen sum forsætisráðharra, og drotningin hevur litið honum upp í hendur at kanna møguleikarnar at skipa stjórn. Lars Løkke Rasmussen sigur, at hann fer at kanna møguleikarnar at skipa eina borgarliga stjórn við Vinstra, Danska fólkaflokkinum, Liberal Alliance og Konservativa fólkaflokkinum. Hann leggur dent á, at fyrstu syftu verða borgarligu flokkarnir bodnar til samráðingar, men allir flokkar í fólkatinginum eru bodnir á fund. Danski fólkaflokkurin er nú størsti flokkur á borgarliga veinginum í fólkatinginum, men flokkurin hevur ikki boðað frá, um hann er sinnaður at fara upp í eina stjórn. Liberal Alliance er sinnað at fara upp í stjórn, men formaðurin í Konservativa flokkinum, Søren Pape Poulsen, hevur sagt, at hansara flokkur fór ikki upp í nakra stjórn uttan so, at flokkurin fekk framgongd á valinum. Lars Løkke Rasmussen fer í dag undir fyrstu royndirnar at skipa stjórn. Samráðingarnar byrjaðu klokkan níggju í morgun okkara tíð á Christiansborg. Fyrsti flokkur til samráðingarborðið er stóri vinnarin á valinum hósdagin, danski fólkaflokkurin við Kristian Thulesen Dahl á odda. Síðani fer Lars Løkke Rasmussen at fundast við Anders Samuelsen og Liberal Alliance og seinnapartin er tað Søren Pape Poulsen og Konservativa flokkurin, sum eiga tørn. Alt bendir á, at tað verður Mette Frederiksen, sum avloysir Helle Thorning Schmidt, ið legði frá sær eftir ósigurin á fólkatingsvalinum hóskvøldið. Onnur evni hava verið nevnd, eitt nú Nicolai Wammen, sum hevur verið ráðharri í stjørnini hjá Thorning. Men hann er ikki longur í uppskoti. Flestu svartkalvarnir vóru millum 7 og 13 ára gamlir svartkalvi 8 ára gamal var umleið 48 cm langur, meðan 13 ára gamal svartkalvi var 64 cm langur. Á túrinum vóru 29 hál gjørd ymsastaðni kring oyggjarnar á túrinum sum vardi frá 28. mai til 9. juni, sæst á heimasíðuni hjá Havstovuni. Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya kom ikki til nakra endaliga niðurstøðu í gjár um harðskapsmálið í Gundadali 20. januar í ár, sum endaði við dómi í Føroya rætti 2. juni. Kappingarnevdin hevði fund um málið í gjár, men Róin Scrøter, formaður í kappingarnevdini, sigur í dag, at kappingarnevdin væntar at koma til ein endaligan úrskurð týsdagin. Tað var í venjingardysti millum HB og Víking í Gundadali 20. januar í ár, at Poul Ingason úr HB breyt nøsina, og tann 2. juni var Hans Jørgen Djurhuus dømdur fyri harðskap í Føroya rætti. Hóast Fólkaflokkurin hevði eina lítla framgongd á 0,2, prosent í mun til seinasta fólkatingsval, so var hann minsti flokkur í Havnini av fýra av teimum stóru flokkunum á fólkatingsvalinum hósdagin. Fólkaflokkurin fekk 14,3 prosent av atkvøðunum í høvuðsstaðnum. Tjóðveldi fekk 30,8 prosent, Javnaðarflokkin fekk 26 prosent og Sambandsflokkurin fekk 18,5 prosent av atkvøðunum í Havnini. Harafturímóti stóð Fólkaflokkurin seg væl í Klaksvíkini, har hann var stórsti flokkur við 33,8 prosent av atkvøðunum. Havnin hevur nógv at siga sum valstað. Tí er neyðugt at leggja eina strategi, sum kann styrkja støðuna hjá Fólkaflokkinum í høvuðsstaðnum til komandi løgtingsval , heldur Annika Olsen Tað verður trupult hjá Lars Løkke Rasmussen at sannføra Danska fólkaflokkin, Liberal Alliance og konservativa flokkin um eina meirilutastjórn. Tað heldur Kaj Joensen journalistur á Christiansborg. Lars Løkke Rasmuseen fer eftir at skipa eina borgarliga meirilutastjórn. Men hann hevur eisini lagt dent á at fáa eit breitt samstarv tvørtur um miðjuna í donskum politikki. Samráðingarnar byrjaðu klokkan tíggju Fyrsti flokkur til samráðingarborðið á Christiansborg í morgun var stóri vinnarin á valinum hósdagin, danski fólkaflokkurin, við Kristian Thulesen Dahl á odda. Men Kristian Thulesen Dahl segði eftir fundin, at Danski fólkaflokkurin helst fer at sita uttanfyri einari meirilutastjórn. Lars Løkke Rasmussen hevur fyrrapartin eisini fundast við Anders Samuelsen og Liberal Alliance, og nú seinnapartin eru tað Søren Pape Poulsen og Konservativa flokkin, ið eiga tørn. Søren Pape Poulsen segði við DR, at flokkurin viðurkennur, at tað verður trupult við einum breimum meiriluta. Vegurin var stongdur eina løtu seinnapartin og ferðslan til og úr Havn leidd eftir oyggjavegnum. Men um fýra tíðina var aftur koyrandi á strekkinum millum Hvítanes og Sund. Ítróttarháskúlin bjóðar tvey skeið um árið, eitt heystskeið og eitt várskeið. Veljast kann millum tríggjar ítróttarlinjur, eina fótbóltslinju, eina hondbóltlinju og svimjing. Eisini verða aðrar lærugreinar á skránni. Heystskeiðið byrjar tann 1. september, og er í 12 vikur. Eftir valósigurin fyri borgarliga vonginum kunngjørdi Helle Thorning Schmidt, at hon leggur frá sær sum forkvinna fyri danska Javnaðarflokkin. Helle Thorning Schmidt hevur verið forkvinna í Javnaðarflokkinum í tíggju ár, og fýra tey seinastu árini hevur hon verið forsætisráðharri. Og tað verður eitt blandað eftirmælið, sum fer at standa um fyrsta kvinnuliga forsætisráðharran í Danmark, Helle Thorning Schmidt. Tað heldur Hans Engell, politiskur viðmekjari. Sat bert í fýra ár Hóast reyði vongurin tapti valið, er Javnaðarflokkurin framvegis størsti flokkur í Danmark. Men ósigurin hjá reyða vonginum, sum kostaði Thorning forsætismálaráðið, fer at svíða meint hjá, sigur Hans Engell. Helle Thorning Schmidt sat bert fýra ár sum forsætisráðharri, meðan fleiri aðrir reyðir forsætisráðharrar hava sitið í 10 ár ella meira. Nógv stór politisk avrik eru tó framd í tíðarskeiðnum hjá Helle Thorning Schmidt, heldur Hans Engell. Vit bjóðaðu Marna Kruse, sum í løtuni gevur eina EP út, inn í Rúmið at spæla eitt lag fyri okkum. Marni Kruse er 22 ára gamal og er av Oyrabakka. Hann hevur júst tikið upp eina EP. Sangirnir eru tikinir upp og framleiddir í Garagen í Danmark. Sangurin, sum er at hoyra í sjónbandinum, eitur Rainy days og er fyrsti sangurin á fløguni. Tit kunnu vænta at hoyra meira til unga tónleikaran í summar , tí hann verður nevnliga at hoyra á Voxbotn og Við Brúnna. Eisini hevur h ann útgávukonsert 26. juni í Eydnuni á Oyrabakka. Teksturin snýr seg um, hvussu kenslurnar broytast ímóti náttini, sigur Vígdis. Tá tað blívur myrkt, geva vit okkum sjálvum loyvi til at slappa meiri av, vit tora betur, og ofta er tað tá, kenslurnar taka yvir. Eisini snýr tað seg um forelskilsi. Tað er sum at fara á flog ella at flóta langt út á havið, alt tykist at bera til. Um tað er rætt ella skeivt, er týdningarleyst. Heitið á lagnum sipar til, at myrkrið kann fjala loyndarmálið aftan fyri sannleikan, men tá mann kemur ímóti ljósum morgni, snýkir loyndarmálið seg ofta framm. Eg trúgvi, at tað altíð er eitt loyndarmál aftan fyri tað, sum vit halda er sannleikin. Vit kunnu ongantíð vera heilt vís í, at tað vit lesa, hoyra og síggja er sannleikin. Tað er bert nakað, ið vit kunnu velja at trúgva. Vit eru vitni til ringastu flóttafólkakreppu í okkara tíð, har milliónir av kvinnum, monnum og børnum stríðast fyri at yvirliva orsakað av kríggi, flóttafólkasmuglarum og undir stjórnum, sum fara eftir sjálvsøknum politiskum áhugamálum heldur enn at vísa grundleggjandi menniskjasligt medvit. Tað segði Salil Shetty, aðalskrivari hjá Amnesty International, tá nýggjasta frágreiðingin hjá Amnesty varð almannakunngjørd í Beirut í Libanon í gjár. Talan er um eina hvassorðaða frágreiðing, har heimsins leiðarar verða ákærdir fyri at svíkja heimsins mest sárbæru, sum flýggja undan kríggi í Miðeystri og Afrika. Í frágreiðingini minnir Amnesty International heimsins leiðarar á, at Vit uppliva ringastu flóttafólkakreppa síðani seinna veraldarbardaga, at ein millión flóttar hava átroðkandi tørv á nýggjum bústaði, at fýra milliónir flóttafólk úr Sýria stríðast fyri at yvirliva í Turkalandi, Libanon, Jordan, Irak og Egyptalandi, at meiri enn tríggjar milliónir flóttar eru í Afrika sunnan fyri Sahara, og bert ein brotpartur hevur fingið nýggj heim síðani 2013, at 3.500 fólk druknaðu í royndini at koma um Miðjarahavið í 2014, og 1.865 higartil í 2015 og at 300 fólk doyðu í Andaman sjógvinum fyrstu tríggjar mánaðirnar í 2015 orsakað av hungursneyð, vatntroti og ágangi frá manningini á bátum. Flóttafólkakreppan er ein av avgerandi avbjóðinunum í 21. øld, men svarið hjá altjóða samfelagnum hevur verið vanæriligt. Okkum tørvar grundleggjandi broytingar og eina samanhangandi og fullfíggjaða altjóða ætlan, sigur Amnesty International í nýggjastu frágreiðing síni. Tað kundi lættliga verið endað heilt galið, tá ein maður við hálvgum fimm tíðina í morgun varð handtikin og skuldsettur fyri at royna at stjala ein árabát. Hendingin fór fram í høvuðsstaðnum. Nógvur mjørki var, og varð maðurin farin út um molan í Havn, hevði verið vandi fyri, at hann viltist, og hann hevði ikki verið lættur at finna í mjørkanum, sigur vakthavandi á politistøðini í morgun. Fólk, sum sóu mannin fara rógvandi, boðaðu løgregluni frá, men tað vísti seg at vera torført at fáa mannin at venda við. Løgreglan royndi við hjálp frá einum utróðrarbáti at fáa mannin innaftur, men endin var, at løgreglan mátti senda boð eftir L V. Síðsta vikuskifti fekk løgreglan eisini boð um, at fólk vóru á veg út við einum báti, men tað vísti seg tó, at tey ikki høvdu ætlanir um at sigla, og tey fingu loyvi at vera sitandi. Í kvøld verður ársins Reumert latin sjónleikarum og leiklistafólkum í Danmark , og millum tey, sum eru í uppskoti er føroyingurin Olaf Johannessen. Olaf Johannessen er í uppskoti til at gerast besti mannligi høvuðsleikari, og tað er fyri heilar tríggjar leiklutir, nemliga høvuðsleiklutin í Samtale før døden á Betty Nansen Teatrinum, Mefisto á Betty Nansen Teatrinum og Heksejagt á Det Kongelige Teatrinum. Handanin av ársins Reumert verður á Kongaliga teatrinum klokkan hálgum sjey føroyska tíð. Tað ber til at fylgja við á DRK, sum sendir beinleiðis frá tiltakinum frá klokkan seks føroyska tíð. Tað er Bikubenfonden sum letur Reumert virðislønina til bestu avrikini innan danska leiklist og hvørt ár verða latnar 26 ymiskar heiðurslønir. Í dag er 17. ferð, at ein Reumert verður latin, og fyrireikararnir lova eitt øðrvísi minni hátíðarligt og meira sjónvarpsvinarligt show í ár. Lars Løkke Rasmussen, formaður í Vinstraflokkinum og komandi forsætisráðharri í Danmark, hevur fyrrapartin tosað við føroysku og grønlendsku fólkatingsumboðini. Hesi fýra Høgni Hoydal, Sjúrður Skaale, Aleqa Hammond og Aaja Chemnitz Larsen eru tey seinastu, sum Lars Løkke Rasmussen tosar við í síni roynd at fáa yvirlit yvir støðuna í nývalda fólkatinginum. Í gjár tosaði formaðurin í Vinstraflokkinum við allar flokkar á fólkatingi. Lars Løkke Rasmussen hevur enn ikki slept vónini um at skipa eina meirilutastjórn við øllum teimum fýra borgarligu flokkunum Vinstra, Danska Fólkaflokkinum Liberal Alliance og Konstervativa flokkinum. Men longu í gjár staðfesti komandi forsætisráðharrin, at tann uppgávan er sera trupul. Alternativið er eitt stjórnarsamstarv millum Vinstra og onkran av borgarligu flokkunum, meðan hinir so gerast stuðulsflokkar. Borgarligi vongurin hevur 90 umboð á fólkatingi, meðan reyði vongurin hevur 89 tinglimir, føroysku og grønlendsku íroknað. Okkum tørvar eina stjórn, sum fær arbeitt. Tað nyttar einki, um neyðsemjurnar fyri at skipa meirilutastjórn gerast so trongar og bindandi, at vit ikki kunnu samstarva við hinar flokkarnar, segði Lars Løkke Rasmussen við danskar fjølmiðlar í gjár. Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, var á fundi við Lars Løkke Rasmussen fyrrapartin. Við sær hevði føroyski fólkatingsmaðurin eitt uppskot til Lars Løkke Rasmussen, hvussu forsætisráðharrin kann skipa eina alternativa stjórn, tvørtur um miðjuna í donskum politikki. Hansara góðu ráð til Lars Løkke Rasmussen vóru at skipa samgongu saman við Sosialdemokratunum og Radikalu, sum hava ávíkavist 47 og átta tinglimir. Vinstriflokkurin hevur 34 tinglimir, og saman hava hesi tríggir flokkar 89 umboð í fólkatinginum. Sjúrður Skaale bjóðaði sær so til at geva Lars Løkke Rasmussen sína atkvøðu, soleiðis at ein tílík samgonga fær meiriluta. Nei, tað er lítið sannlíkt, at hetta verður loysnin hjá Løkke. Persónlig stríð og markeringar forða fyri tí. Men taka vit partapolitisku brillurnar av eina løtu, so er eingin ivi um, at ein tílík stjórn hevði verið best fyri allar partar, heldur enn at dúva uppá stuðul frá uttasta høgravonginum, sigur Sjúrður Skaale. Sjúrður Skaale og Høgni Hoydal vóru báðir í tíðindunum klokkan 14. Eftir fyrsta fundin við komandi forsætisráðharran heldur Høgni Hoydal ikki, at danski føroyapolitikkurin broytist stórvegis, um forsætisráðharrin eitur Lars Løkke Rasmussen ella Helle Thorning Schmidt. Útlendingar skulu gera tað sum Lukasz ger. Hann gongur á odda á vøllinum, men ikki bert har, eisini aðrastaðni í felagnum. Tí er tað einkult at skilja hví B36 hevur longt sáttmálan við Lukasz, segði Jákup á Borg aftaná dystin. B36 vann 2 1 á KÍ í dag, og hálvan tíma fyri dystarlok gjørdi Lukasz tað, sum hann ger best. Hann framdi eitt flott einmansavrik og tryggjaði B36 sigurin. Hoyr samrøðuna við Jákup omanfyri. Verjuspælarin hjá KÍ, Jonas F. Rasmussen heldur at KÍ vísti nógv gott í dag meðan hann staðfestir at dysturin ikki var góður. Men at fara heim aftur til klaksvíkar tómhentur, heldur hann vera órættvíst. Vit mugu skora uppá okkara kjansir, segði Jonas F. Rasmussen við Suna Merkistein aftaná tapið fyri B36. Árið í fjør gjørdist tað besta nakrantíð hjá uppsjóvar samtakinum Varðanum í Gøtu. Varðin hevði 145 milliónir krónur í yvirskoti í fjør. Tá eru skattur og parturin hjá minnilutaeigarum trekt frá. Samlaða yvirskotið hjá Varðanum, áðrenn skatt og partin hjá minnilutaeigarunum, var 199 milliónir krónur. Varðin er móðirfelag fyri feløgini, sum eiga uppsjóvarskipini Tróndur í Gøtu, Finnur Fríði, Jupiter, Tummas T., Saksaberg og Høgaklett, umframt trolararnar Heykur og Rankur. Virksemið hjá Varðanum fevnir somuleiðis um línuskip umvegis dóttirfeløg eigur Varðin í línuskipunum Eivind, Havbúgvanum og Vesturtúgvu. Varðin eigur eisini 76 prosent av uppsjóvarvirkinum Varðin Pelagic á Tvøroyri, 45 prosent av Faroe Origin, umframt ein triðing av felagnum Knassar, sum eitt nú rekur portal.fo Sambært samtaks roknskapinum fyri 2014 hevur Varðin nú 325 ársverk á lønarlistanum. Í fjør rindaði Varðin samtakið 207 milliónir krónur í lønum og hýrum. Tað eru 27 milliónir meira enn árið fyri. Í roknskapinum verður staðfest, at fiskiskapurin eftir makreli var góður í fjør, og útlitini fyri árið í ár eru somuleiðis góð. Bæði makrel , silda og svartkjaftakvoturnar vera væntandi á sama støði í ár sum í fjør, meðan lodnukvoturnar hækka. Megna skipini at fiska sínar kvotur, verður 2015 væntandi eitt gott ár fyri felagið, sigur Varðin í samtaks roknskapinum. Hóast árið í fjør var tað besta hjá Varðanum nakrantíð, so var nettosølan tó minni enn árið fyri. Í 2013 seldi Varðin fyri 828 milliónir krónur, meðan sølan í fjør var 779 milliónir. Síðstu árini hava verið sera góð fyri Varðan. Síðstu fimm árini tað vil siga frá 2010 til og við 2014 hevur Varðin havt tilsamans 542 milliónir krónur í yvirskoti. Eginognin í felagnum er hesi fimm árini meira enn tvífaldað. Í 2010 var eginognin í Varðanum 335 milliónir krónur, og við árslok í fjør var eginognin komin upp á 792 milliónir krónur. 2009 var síðsta árið, áðrenn Føroyar brutu seg burturúr gomlu strandalanda avtaluni um uppsjóvarfiskin. Tá, afturi í 2009, var eginognin hjá Varðanum 250 milliónir. Eginognin er tí meira enn trífaldað hesi seks árini. 11 fólk eiga Varðan samtakið, sum er størsta reiðarí í landinum. Av yvirskotinum á 145 milliónir krónur verður mælt til at gjalda eigarunum 33 milliónir út í vinningsbýti. B36 skuldi vinna í dag, um føroyameistararnir ætlaðu at taka av møguleikanum nú NSÍ ikki fekk fult stigatal í gjár. HB og Víkingur høvdu eina avgjørda ætlan, einki annað enn ein sigur var nøktandi, og soleiðis varð eisini. Hinvegin skuldu argjamenn nú royna seg á øðrum sinni við nýggjum venjara, og tað var eisini sera tætt við at fyrsti sigurin bleiv veruleiki. Føroyski advokaturin, Jens Wang, sum hjálpir danska kanningarstjóranum, hevur áður sagt, at Hans Gammeltoft Hansen kemur sjálvur til Føroya at handa Jógvani á Lakjuni, løgtingsformanni úrslitið tann 23. juni, sum er í morgin. Eftir stórt rumbul um gegnið hjá Anfinni Vitalis Hansen, sum løgtingsformaðurin av fyrstan tíð valdi at kanna málið, varð í fjør vár heitt á Hans Gammeltoft Hansen um at gera kanningina, og hann hevur havt Maiken Johansen og Jens Wang at hjálpa sær. Tað eru Kári P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismaður, og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, sum hava verið kannaðir, og fyrstu avhoyringarnar í málinum vóru í Føroya rætti í juni í fjør. Í kvøld klokkan fimm minuttir í hálvgun átta beint eftir Dag og Viku endursendir sjónvarpið hjá Kringvarpinum sendingina um málið, sum eitur Skálafjarðartunnilin kosta hvat tað kosta vil Eins og nývaldu føroysku fólkatinglimirnir tosaðu við Lars Løkke Rasmussen, formann í flokkinum Venstre, í gjár, so ringdi hann eisini til grønlendsku fólkatingskvinnurnar og spurdi, hvat tær halda. Aaja Chemnitz Larsen, fólkatingskvinna, legði krøvini hjá IA fyri Lars Løkke Rasmussen, sum roynir at skipa stjórn. Hon sigur, at enn hevur IA ikki bundið seg til samstarv við nakran flokk í fólkatinginum. Hon sigur, at IA vil sleppa at sita við samráðingarborðið, tá semjur skulu gerast um kriminalforsorg og verju. Hon gjørdi eisini vart við, at IA dámar sera illa at stuðla einari stjórn, har Dansk folkeparti hevur stórt vald, tí sambært Aaja Chemnitz Larsen virðir Dansk folkeparti ikki sjálvstýrið hjá Grønlandi. IA fer ikki at taka avgerð um stuðul, fyrr enn stjórnin er skipað. Aleqa Hammond gjørdi Lars Løkke Rasmussen greitt, at eingin ivi er um, at Siumut stuðlar, enn sum fyrr, Sosialdemokratiska flokkinum. Men tað útilokar tó ikki gott samstarv við flokkarnar, sum vunnu fólkatingsvalið. Á heimasíðu okkara, kvf.fo, ber til at hoyra, hvat føroysku fólkatingsmenninir fingu burtur úr at tosa við Lars Løkke Rasmussen í gjár. Lars Løkke Rasmussen noyddist longu í gjár at ásanna, at ikki bar til at skipa meirilutastjórn saman við hinum borgaraligu flokkunum á bláa veinginum. Nú fer hann at royna at skipa ein minnilutastjórn, um hann fær loyvi til tess frá drotningini. Løgtingið fór annars í summarfrí í mai, men grundin til, at tingfólk nú noyðast aftur til arbeiðis, er, at ein orðing í grindalógini skal viðgerast av nýggjum. Hetta er ikki fyrstu ferð, at tingfólk verða kallað saman í ótíð vegna grundalógina. Hetta er triðju ferð, at løgtingið skal viðgera grindalógina og aðru ferð, at tingið er kallað saman, síðani tað fór í summarfrí. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, ið varðar av lógini, segði við portal.fo í síðstu viku, at tað er politivaldið, sum vil hava greiðari orðingar, tá tað snýr um at leggja hald á bátar og annað hjá Sea Shepherd. Vit hava varhugan av, at nøkur teirra, sum eru á bíðilistanum, eru har, tí tað er ómakaleyst og ókeypis at vera á listanum. Hetta ger, at bíðilistin neyvan vísir veruliga tørvin á bátaplásum. Tí hevur býráðið samtykt at taka 2.000 krónur fyri hvørja umsókn um bátapláss, sigur Sjúrður Olsen, formaður í Vinnunevndini í Tórshavnar býráðið. Tað eru 11 ár síðani, at rúmdarfarið, New Horizons, setti kós móti Pluto, og 14. juli fer rúmdarfarið at flúgva fram við smágongustjørnini. Tað verður ein ísakøld og myrk verð, sum rúmdarfarið fer at taka myndir av. Í veruleikanum eru vit ikki 100 vís í, hvat vit fara at síggja harúti, sigur Tina. New Horizons fer ikki í ringrás um Pluto, men flýgur við nógvari ferð 58.000 kilometrar t framvið og fær tí bert nakrar tímar at taka myndir og gera mátingar av smágongustjørnuni. Pluto er ein smáís gongustjørna, er seks ferðir minni enn okkara máni og er gjørd av ísi og gróti. Pluto varð fyrstu ferð uppdagað í 1930, og í fleiri ár varð Pluto roknað sum níggjunda gongustjørnan í okkara sólarskipan. Men seinnu árini hevur man funnið fleiri líknandi smágongustjørnur, heilt har úti í Kuiperumráðnum. Eitt nú Eris, ið er ein smágongustjørna, ið er størri enn Pluto. Tí varð avgjørt í 2006, at Pluto ikki hevði uppiborið heiðurin at verða rópt gongustjørna, men varð lækkað í tign til eina smágongustjørnu eisini rópt dvørgagongustjørna. Runt um Pluto ferðast fimm mánar, Charon, Styx, Nix, Keberos og Hydra. Serliga er mánin, Charon, serligur, tí hann er næstan líka stórur sum Pluto. Tí ferðast hesi himmallikam um sama miðpunkt, og tað er sjáldsamt í okkara sólarskipan, sigur Tina. Hevur Pluto eitt lofthav Eru sprongihol á smágongustjørnini Og hvussu sær út heilt har úti í útjaðaranum á okkara sólarskipan Hetta er nakrir av spurningunum vit vóna at kunna svara, sigur Tina Ibsen. Hetta er fyrstu ferð, at smágongustjørnan, Pluto, fær vitjan av einum manngjørdum fari, og tað verður 14 juli. Pluto er so langt frá jarðarflatuni, at tað tekur signalinum góðar fimm tímar at náa niður til jørðina. New Horizons heldur fram at flúgva longur út í Kupierumráðið, har tað er fult av ísakøldum smágongustjørnum, og seinni verður avgjørt, hvørja av hesum rúmdarfarið skal fara at kanna nærri. Lurta eftir samrøðuni við Tinu Ibsen, stjørnualisfrøðingur her. Kanningin, sum Hans Gammeltoft Hansen hevur gjørt av málinum um Skálafjarðatunnilin, skal latast løgtinginum í morgin. Og í tí sambandi verður tíðindafundur klokkan 14, har Gammeltoft Hansen fer at leggja kanningina fram. Tað var í fjør vár, at heitt varð á Hans Gammeltoft Hansen um at gera kanningina, og hann hevur havt Maiken Johansen og Jens Wang, advokatar, at hjálpa sær. Tað eru Kári P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismaður, og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, sum hava verið kannaðir, og fyrstu avhoyringarnar í málinum vóru í Føroya rætti í juni í fjør. Í kvøld klokkan fimm minuttir í hálvgun átta beint eftir Dag og Viku endursendir sjónvarpið hjá Kringvarpinum sendingina um málið, sum eitur Skálafjarðatunnilin kosta hvat tað kosta vil Eg havi altíð havt ein dreym, og tað var at spæla á G . Í summar skal eg spæla á G , so eg gleði meg orduliga nógv. Soleiðis sigur unga evnaríka Elinborg Pálsdóttir, sum bert er 18 ára gomul og skrivar føroyskar tekstir og ger egin løg. Vit hava altíð sungið heima, mamma hevur sungið fyri mær og systrunum, og so sjálvandi hevur tónleikalívið hjá systir míni, Eivør, sjálvandi sett sítt sermerki. Soleiðis segði unga gøtugentan í morgun. Hoyr Elinborg Pálsdóttir syngja og spæla tveir sangir omanfyri. Frammanundan eru 100.000 krónur savnaðar inn, og nú eru sostatt umleið 700.000 krónur eftir til tess at røkka teimum 900.000 krónur, sum Háskúlin sjálvur skal útvega til at skifta tekjuna og til aðrar umvælingar. Skúlin er í ringum standi, og kostnaðarmetingin hjá Landsverki sigur, at tað fer at kosta knappar 13,6 milliónir krónur at umvæla Háskúlan. Tær mest átrokandi umvælingarnar, sum mugu gerast í ár fyri at virksemi skúlans kann halda fram, fara at kosta góðar 2,4 milliónir krónur. Norðurlendsku brúkaraumboðini vóru saman í Oslo tann 15. og 16. juni, har tey skiftu orð um fjaldar lýsingar. Breið semja er um, at hetta er týdningarmikið evni. Fyri brúkaraumboðini er umráðandi at vita, hvør sendir eini boð. Vit hava arbeitt á ymsan hátt við fjaldum lýsingum í ymsu londunum. Men reglan um, at týðiligt og greitt skal vera, at ein lýsing er ein lýsing, er semja um í øllum Norðurlondum, sigur Rannvá Ragnarsdóttir, Brúkaraumboð. Finnland hevur arbeitt mest við teimum lýsarum, sum brúka blogg sum lýsingarás. Noreg hevur fyrst og fremst arbeitt við at upplýsa bloggararnar um reglurnar. Danmark hevur varpað lós á málið í langa tíð, og hevur havt fleiri mál til viðgerðar. Í Svøríki arbeiða tey í løtuni mest við at kunna bloggarar um, hvørjar reglur eru galdandi, og lýsararnir arbeiða við sínum leiðreglum á økinum. Ísland hevur eisini arbeitt við at upplýsa bloggarar og aðrar miðlar, og gav í juni 2015 út eina vegleiðing um, hvussu lýsingar verða merktar bæði í siðbundnum og sosialum miðlum. Á fundinum avráddu norðurlendsku brúkaraumboðini, at tey fara at samskipa arbeiðið betur og fara longu í summar at savna løgfrøðingar úr øllum seks londunum við tí endamáli at skriva eina felags niðurstøðu um fjaldar lýsingar í sosialu miðlunum Hans Gammeltoft Hansen hevur kannað lutin hjá Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, og Kára P. Højgaard, sum var landsstýrismaður í innlendismálum í 2013, í málinum um privata Eysturoyartunnilin, sum danska íløgufelagið Copenhagen Infrastructure Partners skuldi gera og eiga. Landsstýrismálanevndin, sum viðgjørdi málið, vildi hava ein kanningarstjóra. Landsstýrismálanevndin orðaði eisini arbeiðssetningin hjá kanningarstjóranum. Kannast skuldi, um Kári P. Højgaard hevði nóg góða heimild til at samráðast og skriva undir møguligan sáttmála um bygging, fígging og rakstur. Um hann breyt lógina um ábyrgd landsstýrisins, tí hann ikki kunnaði løgtingið um eftirkanningar og viðmerkingarskrivið frá embætisfólkum í Innlendismálaráðnum, tá løgtingið fekk og viðgjørdi uppskotið um Eysturoyartunnilin og, tí hann sýtti fyri at geva løgtinginum sáttmálan millum Innlendismálaráðið og Copenhagen Infrastructure Partners, og ikki vildi geva løgtingslimum møguleika at síggja sáttmálan uttan fyrst at undirskriva trúnaðaravtalu um tagnarskyldu. Harafturat, um Kári P. Højgaard breyt lógina, tá hann í svari sínum upp á fyrispurning í løgtinginum um privata Eysturoyartunnilin ikki nevndi uppplýsingar frá Landsverki, sum varð biðið um at svara fíggjarliga partinum av fyrispurningunum. Fimta og seinasta punktið um Kára P. Højgaard í arbeiðssetninginum er spurningurin, um hann fór út um sínar heimildir við at undirskriva avtalu við Copenhagen Infrastructure Partners um eina milliónir krónur í break fee, tí sáttmálin um tunnilin ikki varð undirskrivaður. Hans Gammeltoft Hansen og hansara fólk hava eisini kannað, um løgmaður hevur brotið lógina um ábyrgd landsstýrisins við at hava tagt um ella givið løgtinginum skeivar ella villleiðandi upplýsingar. Og um løgmaður røkti sína skyldu at hava eftirlit við landsstýrismanninum í innlendismálum, ella um hann eisini hevur framt tey lógarbrot, sum landsstýrismaðurin er kannaður fyri. Lutakastið um evropeisku kappingarnar hevur verið í Geneve í dag, og har varð greitt, at Víkingur skal spæla ímóti Rosenborg í innleiðandi umfarinum í Euro League kappingini. Trý onnur feløg vóru eisini við í lutakastinum í dag. Føroyameistarin, B36, skal spæla ímóti The New Saints úr Wales í Champions League undankappingini. Tað er Pól Sundsskarð, ið hevur verið á øllum fjøllunum í Føroyum, sum hevur gjørt GPS uppmátingarnar og latið Umhvørvisstovuni dáturnar. Nú kunnu tey, ið ganga í haganum, um tey hava GPSara, síggja, hvussu langt tað er at ganga niðan á ein fjallatind frá einum ávísum staði, sigur Stein. Tá ið man fór at gjøgnumganga fjøllini og tølini, vóru nakrir feilir funnir, og hesir er nú rættaðir. Sum dømi eru nøvnini Tungufelli og Jatnagarðar í Vágum umbýtt. Í Sandavági siga tey Tungufjall og Jatnagarður, meðan í Miðvági er tað øvugt. Vit hava valt at fylgja gamla listanum, har man heldur seg til tað, ið tey siga í Sandavági, sigur Stein Fossá. Tað er ikki altíð, at hægsta fjallið er tað hægsa punktið. Sum dømi kunnu vit nevna Lokkan á Borðoynni, har sjálvur tindurin ikki er hægsta punktið, men ein fløta norðan fyri Lokkan, rópt Norðanfyri Lokkaskarð, sigur Stein Fossá. Ein annar feilur, ið eisini er rættaður, er, at rætta hæddin á Høganesi í Eysturoy er 115m og ikki 165m, sum tað stendur á landafrøðiliga kortinum. Hatta er ein beinleiðis feilur á toppografiska kortinum, sigur Stein Fossá og vísir á, at slíkir feilir kunnu vera óhepnir, tí sum dømi kann nevnast, at tað hevur verið tosað um at leggja ein flogvøll á Skorhædd, og tá kann tað verða óheppið, at kortini vísa skeivar hæddir. Tíggju tey lægstu fjøllini í Føroyum Harumframt skal Umhvørvisstovan viðmerkja, at navnið á fjallinum Mølin 511m á Viðoynni ikki stendur á landafrøðiliga kortinum. Tað sama er galdandi fyri fjallið Laðanfelli 487m í Suðuroy. Stein Fossá ger eisini vart við, at galdandi lóggáva ikki gevur øllum frítt at fara í haganum uttan fyri gomlu varðagøturnar. Mælt verður gongufólki til at seta seg í samband við avvarðandi bónda ella røktingarmann, tá farið verður í hagan. Tað eydnaðist ikki Lars Løkke Rasmussen at koma á mál við samráðingunum um at skipa meirilutastjórn í Danmark við teimum fýra borgarligu flokkunum, Vinstra, Dansk Folkeparti, Liberal Alliancu og Konservativa fólkaflokkinum. Játtanin til Tjóðpall Føroya er í ár 4,5 milliónir krónur, og hon fer bæði til lønir, at keypa vørur og tænastur, til útbúnað, húsaleigu og viðlíkahald. Stuðulin til yvrkisleiklistina á fíggjarlógini hevur seinastu árini verið 450.000 krónur. Tingið varð kallað saman fyrrapartin at viðgera málið, og vikið varð frá øllum tíðarfreistum. Málið fór ikki í nevnd, men beinleiðis til aðru viðgerð Fyri at sleppa undan øllum iva, skulu orðini leggja hald á, sum er at konfiskere á donskum, og draga inn, beslaglægge, brúkast í grindalógini. Tá liðugt er at útbyggja Tekniska skúla í Klaksvík í heyst, verða matvøruútbúgvingarnar á Gørðum og HF útbúgvingin í Víkunum fluttar í Tekniska skúla. Fleiri útbúgvingar fara í sama viðfangi at verða mentar, til dømis fer at bera til at taka kokkaútbúgving og aðrar styttri matvøruútbúgvingar. Tað sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, sum hevur svarað fyrispurningi frá Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinnu, um miðnámsskúlarnar í Klaksvík. Hann sigur, at í Klaksvík verða í fyrstu syftu bodnar út hesar útbúgvingar fyrireikingarbreyt, sum fyrr var HF skeið, tøknibreyt, yrkisnám, yrkisútbúgvingar, timbur, jarn og el, og matvøruútbúgvingar. Í dag skal røkka ella støkka hjá Grikkalandi, tí toppfundur er í Brússel um framtíðina hjá landinum, bæði tá tað snýr seg um pengar, og tá tað snýr seg um framtíðina í ES. Seinni byrjaði so fundur, har grikski forsætisráðharrin, Alexis Tsipras, skuldi hitta umboð fyri tey, sum hava lænt Grikkalandi pengar evropeiski miðbankin, altjóða valutagrunnurin, IMF, og umboð fyri ES nevnduna. Um middagsleitið fóru fíggjarmálaráðharrarnir í ES londunum á fund at umrøða eitt uppskot, sum skal leggjast fyri griksku stjórnina í kvøld. Og í kvøld fara so stjórnarleiðararnir í ES londunum á fund, har avtalan verður løgd fyri Grikkaland. Hildið verður ikk,i at Grikkaland hevur so nógv at velja í, tí landið eigur ongar pengar, og hevur hvørki ráð at rinda lønir ella pensjónir um mánaðarskiftið. Hildið verður kortini ikki, at nøkur endalig avtala verður gjørd á fundinum í kvøld, men at Grikkaland fær eitt skotbrá í nakrar mánaðir at fáa viðurskiftini í rættlag. Tey, sum hava lænt Grikkalandi pengar, hava kravt, at Grikkaland ger eina nýggja ætlan fyri pensjónirnar, eina nýggja ætlan fyri arbeiðsmarknaðin, og at meirvirðisgjaldið skal hækka. Tey krøvini er beint ímóti tí, sum sitandi stjórn hevur lovað grikska fólkinum. Í Grikkalandi eru fólk í iva, og seinastu tíðina hava grikkar tikið nógvar pengar úr bankunum. Bara í í farnu viku vórðu 44,7 milliardir krónur tiknar úr bankunum, ella nærum 27 milliónir krónur um tíman. Norska lágprísflogfelagið Norwegian hóttir nú av álvara skandinaviska flogfelagið SAS, sum seinastu 60 árini hevur verið nógv størsta flogfelagið í norðurlondum. Og kanska longu í summar verður norska flogfelagið størri. Í fjør summar fluttu feløgini nærum eins nógv ferðafólk, og gongdin hjá Norwegian fær eygleiðarar at halda, at norska flogfelagið verður størri, tá summarið er av. SAS er eitt gamalt flogfelag, sum Noreg, Svøríki og Danmark stovnaðu í felag. SAS hevur til tíðir verið einaráðandi á flutningsøkinum í norðurlondum og til onnur lond. Norwegian varð stovnað í 1993, og legði dent á at selja bíligar ferðaseðlar. Ikki fyrr enn eftir aldarskiftið kom verulig ferð á hjá Norwegian, og síðani hevur gingið støðugt framá hjá felagnum. Ein orsøk til gongdina er, at SAS hevur hækkað prísin á ferðaseðlum, og tað hevur fingið fleiri at flúgva við Norwegian. Hóast SAS flytir færri ferðafólk, so fær felagið helst meir burturúr. Árni Jakobsen, sum hevur verið nevndarlimur í Eik banka, fór úr nevndini á aðalfundinum. Fyri hann er ætlanin at velja Marion á Lakjuni í nevndina í Eik banka. Hon situr í nevndini í TF Holding. Tí er eisini neyðugt at broyta nevndina í Tryggingarfelagnum, og samstundis er avgjørt, at nevndin í Tryggingarfelagnum skal hava ein nevndarlim aftrat. Í framtíðini skulu fýra nevndarlimir, sum aðalfundurin velur, manna nevndina í Tryggingarfelagnum, saman við tveimum nevndarlimum, sum starvsfólkini velja. Úrslitið er, at eingin teirra hevur nakað at koma heim til, og tað er ein vanlukka, sigur Marita Dalsgaard, sum nú setur ein leik upp í Havn Í seinasta lagi 18. august skal løgtingið hava tikið støðu til, hvussu nógvar fiskidagar, flotin skal hava í fiskiárinum 2015 2016. Úr Kosovo verður sagt, at føroyska liðið var sterkari frá fyrsta bríksli, og at venjararnir høvdu fyrireikað sínar leikarar sera væl upp á mótstøðuna. Hetta er ein av teimum lættgongdu bygdagøtunum í landinum, og framvegis ganga bæði føroyingar og útlendingar í hópatali henda túrin, serliga um summarið. Ein góðveðursdag í síðstu viku gingu Tróndur Patursson og kringvarpsmaðurin Tórður Mikkelsen eftir gøtuni við mikrofonini. Úrslitið hoyrir tú í hesi sending. Bústaðir hava søkt um at sleppa at leiga ein part av Kommunuskúlanum í 30 ár, og í gjárkvøldið samtykti býráðið at leiga Bústøðum 1440 fermetrar. Talan er um lonina, sum vendir móti Sjúrðargøtu og Tróndargøtu. TAKS hevur gjørt vart við, at skulu Bústaðir sleppa undan meirvirðisgjaldinum av umvælingini, noyðast Bústaðir at eiga og ikki leiga, tí TAKS krevur tinglýst veð í bygninginum fyri MVG frítøkuna. Bústaðir kanna, um til ber at sleppa undan hesi reglu. Men fæst undantak ikki, biðja Bústaðir um at sleppa at keypa partin av Kommunuskúlanum fyri eina krónu. Tá fær kommunan forkeypsrætt fyri ein frammanundan mettan prís. Tá leigumálið við Bústaðir gongur út, hevur kommunan rætt til at yvirtaka innrættaðu hølini fyri 75 prosent av mettum virði. Leigan verður 1.000 krónur um árið. Býráðið atkvøddi í gjárkvøldið fyrst um eitt uppskot hjá Jógvani Arge um at taka Kommunuskúlan niður og tingast við Bústaðir um at byggja lestraríbúðir á staðnum. Tað uppskotið fall. Tað gongst so mikið væl í Klaksvík, at longu nú 2015 ikki er hálvrunnið, boðar meirilutin í býráðnum frá, at kommunuskatturin lækkar 1,25 prosenstig í 2016. Tað ber til at lækka kommunuskattin, tí inntøkurnar hjá Klaksvíkar kommunu vaksa. Og nýggja sjóvarhitaskipanin ger, at raksturin verður bíligari í framtíðini. Skattaprosentið í Klaksvík er bæði hækkað og lækkað seinastu árini. Í 2010 hækkaði tað hálvt prosentstig fyri at fíggja røktarheimið. Sirið Stenberg, forkvinna í Landsstýrismálanevndini, vil fyri fundin í dag klokkan hálvgum tólv ikki siga, hvør í landsstýrinum er kærdur ella kærd. Hon vil bara siga, at ein borgari hevur kært ein í landsstýrinum. Arbeiðsbólkurin, sum hevur kannað, um tað loysir seg at útveita tænastuna hjá Strandfaraskipum Landsins, er liðugur við sína frágreiðing. Hann vast í, um tað ber til at spara í rakstrinum við at veita tænasturnar út. Heldur mælir arbeiðsbólkurin til at gera bygnaðarbroytingar á Strandferðsluni. Eftirmetingin av teimum útveitingum, sum eru framdar innan samferðslu í Føroyum, tað er Bygdaleiðir og Mykinesleiðin, vísir ein stóran útreiðsluvøkstur, síðani farleiðirnar eru útveittar, serliga innan Bygdaleiðir. Eftirmetingin vísir eisini, at tað hava verið avbjóðingar við at skapa kapping í sambandi við undanfarin útboðsumfør. Orsøkin er millum annað, at tað er avmarkað, hvørjar møguleikar privatir veitarar hava at tillaga raksturin innan sjóvegis farleiðirnar. Sambært lógini skulu túratalið og ferðaseðlaprísurin ikki broytast, lønarsáttmálar geva ikki møguleika fyri stórvegis tillagingum, og neyvan verður møguligt hjá privatum arbeiðstakara at keypa munandi bíligari olju. Harafturat missir SSL stórrakstrarfyrimunir, um einstakar farleiðir verða útveittar og raksturin av farleiðum, sum eru eftir, verður sostatt størri. Harafturat fer fyrisitingarligi kostnaðurin til stýring og eftirlit av sáttmálum o.ø. transaktiónskostnaðurin at at hækka, sigur arbeiðsbólkurin Vit gera fitakókað sushi, eisini nevnt Tempura. Vit gera tað við jomfrú hummara. Eisini greiða vit frá, hvørjum tú skalt hyggja eftir, tá tú keypir fisk. Nú klokkan 10 fær Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, frágreiðingina frá Hans Gammeltoft Hansen, kanningarstjóra, sum hevur kannað málið um Eysturoyartunnilin. Á seinasta samráðingarfundi um svartkjaft í Edinburgh frá 9. 11. juni varð avgjørt at taka samráðingarnar uppaftur seinni í hesum mánaðinum. Eisini varð semja um at nýta hetta sama høvi til at taka samráðingarnar um norðhavssild uppaftur, eftir at tær vórðu niðurlagdar í London tíðliga í hesum mánaðinum. Sostatt hittast strandarlondini, Føroyar, ES, Ísland og Noreg eins og Grønland og Russland sum eygleiðaralond, til samráðingar um svartkjaft í dag og í morgin. Síðani tingast Føroyar, ES, Ísland, Noreg og Russland eins og Grønland sum eygleiðaraland til strandarlandasamráðingar um norðhavssild hósdagin og fríggjadagin. Eigararnir í BankNordik skulu nú hava størri vinning burtur úr bankanum, og tí er BankNordik farin undir eina tilgongd at selja íslendsku tryggingarfeløgini, Vørður Tryggingar og Vørður Lívstryggingar. Í fráboðan til partabrævbamarknaðin sigur Janus Petersen, bankastjóri, at BankNordik nú fer at leggja seg meira eftir at økja viningsbýtið til partabrævaeigararnar. Tað skal gerast við at bøta um vinningsførið og loysa kapital frá tí, sum bankin nevnir ikki strategisk handilsøki . Og harímillum eru bæði íslendsku tryggingarfeløgini, Vørður Tryggingar og Vørður Lívstryggingar. Niðurstøðan hjá grein 19 nevndini hjá løgtinginum, sum kannar Eik Grunnin og eftirlitið við grunninum kemur ikki hesumegin summarfrítíðina. Sambært lógini um grein 19 nevndina skal nevndin kanna viðurskifti í sambandi við virksemið hjá Eik grunninum frá 2002 til 2010, og eftirlitið við grunninum frá 2002 til mai í fjør. Hann var í gjár á fundi við IA á Christiansborg. Men formaðurin í Tjóðveldi ætlar kortini at fáa samstarv í lag við hinar norðuratlantisku flokkarnar. Sjúrður Skaale, fólkatingslimur fyri Javnaðarflokkin, sigur, at flokkurin er sinnaður at samstarva við Tjóðveldi, IA og Siumut, og at støða verður tikin í hvørjum einstøkum máli. Eydna Skaale, sum eigur og rekur Retorika hevur tikið saman um fólkatingsvalstríðið í 15 ymiskum evnum. Hon gevur bæði rís og rós og hevur veruliga eisini humor við, tá hon skrivar. Ein teirra sum aftaná valið stendur eftir við einum fótfeili, sum Eydna Skaale málber seg, er Tór Marni Veihe. Royndin hjá honum at fáa atkvøður til Tjóðveldi frá ungu veljarunum hjá Framsókn var ein fótfeilur sambært Eydnu. Og Tór Marni Veihe er eisini einigur. Hann heldur tó at boðskapurin kom fram, men mátin hann var gjørdur uppá var ikki sømiligur. Hoyr Eydnu Skaale lýsa tey 15 punktini og Tór Marna Veihe greiða frá hví hann gjørdi fótfeilin og hvat hann stendur eftir við. Her er listin hjá Eydnu Skaale 1 Størsta yvirraskilsi Zacharis Wang, sum siterar ikki Bergensáttmálan, ikki Janus Djurhuus, ikki nakað av hinum valevnunum, men simpulten undirgrundsbólkin Swanga í formansumfarinum. 2 Størsta image regulering Høgni Hoydal, sum er farin frá at tykjast álvarsamur, ónøgdur og samanbitin til at framstanda smílandi, skemtandi og við yvirskoti. 3 Býttasta viðmerking Sjúrður Skaale, sum heldur tað vera strævið at fara til Danmarkar hvønn mánamorgun til arbeiðis. At biðja Føroya fólk um at velja seg til eitt arbeiði og samstundis í eini veikari løtu siga, at man ikki orkar til arbeiðis tað er bara ikki snildasta trekkið. 4 Óreiðiligasta ræðukampagnan Tobbi, Magni Arge og Annita á Fríðriksmørk, sum í fleiri bylgjum settu ligvið millum Javnaðarflokkin og Sea Shepherd orsakað av eini tilvildarligari mynd av Helle Thorning Schmidt á sosialu miðlunum. Grundgevingin Fólk, sum eru á somu mynd, hava sjálvandi somu virði. Ein spurningur Ser i øst 5 Ósjónligasti flokkurin í valstríðnum Sambandsflokkurin. Hvar vóru tey, hvat ætlaðu tey, hvat hildu tey annað enn at tey nokk vóru púra trygg í sessinum Tað mátti verið relativt lættast at rikið sambandsfólk á fólkatingsval. Men har var ikki nógvur sjónligur rakstur 6 Býttasti fótfeilur Tór Marni Weihe, sum í óðum verkum alment heitir á Framsóknarveljarar ikki loysingarsinnað fólk ella tjóðskaparsinnað fólk, sum heild men desiderað veljarar hjá einum øðrum flokki um at flyta sínar atkvøður. Eitt er, hvat man roynir at reka í tí dulda, nakað heilt annað er, hvat man sigur alment. 7 Mest rebelsku veljarar tey, sum bara hava valt listan hjá Uttanflokkalistanum, heldur enn at velja einasta valevnið á listanum smile emoticon 8 Størsti spurningur Hví eru ikki fleiri kvinnur á listunum Vit sóu sera nógv góð boð uppá gløggar og sterkar kvinnur í fleiri flokkum, sum hava klárað seg serdeilis væl í valkjakum og sum eisini vóru løntar við flottum atkvøðutali afturfyri. 9 Veikasti boðskapur Sjálvstýrisflokkurin. Hann smokkaði ímillum Tjóðveldi, Framsókn, Fólkaflokkin, Uttanflokkalistan og eisini Javnaðarflokkin, sum setti spurnaðartekin við tjóðskaparkensluna. Nýtt Sjálvstýri hevur gjørt eina góða roynd at flyta flokkin fram til 2015 við formansskifti og navnaskifti men neyvi boðskapurin manglaði. 10 Størsta yvireksponering Janus Rein. Internetið var tapetserað við myndum, men onkursvegna fylgdi boðskapurin ikki heilt við. Ja, vit síggja, at tú vilt inn men sig okkum hví vilt tú inn. Atkvøðutalið stóð heldur ikki mát við sjónligheitina. 11 Siðiligasta valstríðið Framsókn. Fokus á egnan politikk fyrst og fremst. Tey kundu til dømis væl havt svarað ógvusligari aftur, tá valevni fyri annan flokk heitti á fólk, um IKKI at velja Framsókn, men talaðu tá eisini at í einum siðilgum tóna. 12 Oftast sagdi setningur í mun til øll hugsandi evni og her má man siga, at sitandi fólkatingsmenn hava snorksovið . Tað er kalt á toppinum. Tá tað bara eru tveir sessir, og allir hinir flokkarnir royna at hála sessin undan tær, gerst tú ein livandi dartskiva. 13 Greiðasti boðskapur Miðflokkurin. Har er eingin ivi um, hvat tey vilja. Føroya fólk er tó ikki serliga samt í, at greiði boðskapurin skal boðast á Fólkatingi. 14 Minst fangandi valagn Uttanríkispolitiska heimildarlógin , sum Fólkaflokkurin hevur havt sera ofta á orði. Tað er heilt einfalt ikki eitt buzzorð, sum fær fólk at reisa seg úr sofuni og fara á val. Uttanríkispolitiska heimildarlógin Nei bara nei 15 Størsta rós uppiborið Øll valevni hvør sum ein í øllum flokkum, sum stilla seg upp at verða vigað og dømd av almenninginum. Tað krevur sítt og er ikki fyri sartar sálir Takk Janus Poulsen heldur ikki at mótið skal avmarkast í rætt og skeivt. Tað er umráðandi at maðurin følir seg væl í klæðunum, tí ger hann tað, so sær man tað aftur á honum. Og hinvegin, eru tey ov lítil ella stór, sita illa og ikki kennast væl, so sær man tað á manninum. Klæðir hava sum so ongan aldur, maðurin omanfyri 70 og unglingum kunnu gott ganga eins ílatnir. Bara teir kenna seg væl í klæðunum, so er tað legalt. Hoyr hyggjuráðini við Janusi Poulsen og fá góð ráð til mannin um mannfólkamóta. Hans Jørgen Djurhuus úr Víkingi fær tveir dagar leikbann eftir ósømiligan tilburð í venjingardysti millum HB og Víking í januar mánaði. Málið endaði í rættinum, og úrskurðurin varð, at Hans Jørgin Djurhuus bleiv dømdur fyri harðskap. Hans Jørgen Djurhuus breyt nøsina á Poul Ingasyni, tá hann, sambært dóminum, slóg við knýttum neva. Síðani hevur Kappingarnevndin hjá FSF tikið málið upp, og har er niðurstøðan, at Hans Jørgin Djurhuus fær tveir dagar leikbann. Hans Jørgin er tískil ikki tøkur til næstu tveir dystirnar, sum eru ímóti HB 26. juni og TB 27. juli . Talan er um lina revsing, um hugt verður í vegleiðingina fyri leikbann hjá Fótbóltssambandinum. Har fær leikari tveir daga leikbann fyri tað sum eitur eitt sindur grovari brot . Fótbóltssambandið kann geva munandi harðari revsing fyri serliga grov brot móti leikara, dómara ella øðrum. Tá verður givið leikbann í seks dystir. Søgur og sangir á lívsleiðini, sum ganga hond í hond, verða vendir. Her er aftur dømi um, at sangir, ið liggja huldir í tíðartámi, kunnu vekja upp minni um serstakar tilburðir. Bæði Kári P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismaður, og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, brutu lógina um ábyrgd landsstýrismanna í sambandi við málið um Skálafjarðartunnilin. Kanningarstjórin leggur dent á, at løgtingið hevur endaligu avgerðina, men hann mælir, at tingið samtykkir at geva bæði Kára P. Højgaard og løgmanni en kritisk udtalelse, sum hann málber seg. Hans Gammeltoft Hansen sigur, at Kári P. Højgaard breyt lógina um ábyrgd landsstýrismanna, tí hann upplýsti ikki løgtingið um tølini, sum Landsverk var komið við í 2013. Landsverk metti, at Skálafjarðartunnilin fór at kosta millum 1,9 og 3 milliardir krónur hjá einum privatum felag at byggja. Kanningarstjórin segði, at Kári P. Højgaard hevur sagt undir avhoyringunum, at hann helt hesi tølini vera villleiðandi, og tí vórðu tey ikki upplýst í einum svari til fyrispurning frá løgtingsmonnunum, Høgna Hoydal og Akseli V. Johannesen. Hans Gammeltoft Hansen sigur, at fyrrverandi landsstýrismaðurin duldi ikki upplýsingarnar við vilja, men talan er um grov uagtsomhed. Kanningarstjórin sigur, at tað var í veruleikanum Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, sum gjørdi avtaluna við CIP um endurgjald, og tað hevði hann rætt til at sum løgmaður, hóast Kári P. Højgaard umsat málsøkið í landsstýrinum. Men tá fleiri fyrispurningar um málið vórðu reistir í tinginum á heysti í 2013, svaraði løgmaður, at hann hevði einki við avtaluna og gera, og tað er at geva tinginum skeivar upplýsingar, sigur Hans Gammeltoft Hansen. Í løtuni er tíðindafundur um niðurstøðuna hjá kanningarstjóranum. Hann verður sendur í útvarpinum og stroymaður á heimasíðuni hjá kringvarpinum, kvf.fo Tað sigur Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, eftir at Hans Gammeltoft Hansen, kanningarstjóri, hevur latið løgtingsformanninum frágreiðingina um Skálafjarðartunnilin. Spurdur, um Jógvan á Lakjuni fer at kalla tingið saman at viðgera frárgeiðingina, sigur hann, at tað hevur hann ongar ætlanir um. Men onnur enn løgtingsformaðurin hava møguleika at kalla tingið saman, sigur Jógvan á Lakjuni. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum vil ikki taka dagar ímillum tilmælini frá Havstovuni og Fiskidaganevndini og fæst ikki at siga, hvørjum hann fer at lurta eftir, tá fiskidagarnir næsta fiskiár skulu lutast út. Fyri at fáa eina meira skynsama fíggjarstýring og ein effektivari rakstur av Strandfaraskipum Landsins, er besta loysnin at skipa stovnin sum alment partafelag. Serliga er tað játtanarskipanin, sum má broytast, tí hon egnar seg illa til skiparakstur, heldur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni. Hans Gammeltoft Hansen, sum hevur kannað málið um Skálafjarðartunnilin fyri løgtingið, verður gestur bæði í útvarps og sjónvarpstíðindunum í kvøld. Kanningarstjórin er komin til ta niðurstøðu, at bæði Kári P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismaður, og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, hava brotið lógina um ábyrgd landsstýrismanna. Brynhild Thomsen fer at spyrja Hans Gammeltoft Hansen um sína niðurstøðu í útvarpstíðindunum, og í sjónvarpinum verður kanningarstjórin gestur hjá Liljuni Weihe. Samrøðan við Hans Gammelftoft Hansenkemur í staðin fyri kjaksendingina. Hevði Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, tikið nýggjastu tølini hjá Landsverki við, tá hann svaraði fyrispurninginum hjá Høgna Hoydal og Akseli V. Johannesen um prísmunin millum almennan og privatan Eysturoyartunnil, var hann sloppin snikkaleysur í kanningini hjá Hans Gammeltoft Hansen. Hans Gammeltoft Hansen sigur, at tað var grovt ósketni hjá landsstýrismanninum ikki at hava tølini hjá Landsverki við í løgtingið, tá hann svaraði Høgna Hoydal og Akseli V. Johannesen. Tí breyt Kári P. Højgaard lógina um ábyrgd landsstýrismanna. Men landsstýrismaðurin hevði heimild til at samráðast við Copenhagen Infrastructure Partners, gera og skriva undir sáttmála við danska íløgufelagið um at gera og eiga Eysturoyartunnilin. Sáttmálin varð eisini gjørdur, og hann skuldi undirskrivast í Løkshøll tann 27.juni í 2013. Men tí steðgaði løgmaður nakrar dagar frammanundan. Kári P. Højgaard breyt heldur ikki lógina um ábyrgd landsstýrismanna, tí hann ikki boðaði løgtinginum frá viðmerkingunum, sum hansara egnu embætisfólk høvdu um tunnilsverkætlanina. Tað var heldur ikki lógarbrot, at landsstýrismaðurin sýtti fyri at geva løgtinginum uppskotið um sáttmálan millum Innlendismálaráðið og CIP, og ikki vildi loyva løgtingsfólkum at síggja sáttmálan uttan at tey fyrst undirskrivaðu trúnaðaravtalu um tagnarskyldu. Og Kári P.Højgaard hevði eisini heimild at skriva undir break fee avtaluna við CIP, sum fekk eina millión krónur í endurgjaldi, tí felagið kortini ongan sáttmála fekk við Innlendismálaráðið. Løgmaður segði fleiri ferðir ósatt Um Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, sigur Hans Gammeltoft Hansen, at hann fleiri segði ósatt fyri løgtinginum um hansara lut í break fee avtaluni. Løgmaður breyt tí lógina um ábyrgd landsstýrismanna. Men løgmaður misrøkti ikki skyldu sína at hava eftirlit við landsstýrismanninum Kára P. Højgaard. Løgmaður hevur tí ikki brotið stýriskipanarlógina, sigur Hans Gammeltoft Hansen eisini. Sambært landsstýrinum gevur sáttmálin landinum eina munandi betri tyrlutænastu, sum er ferðafólkaflúgving, sjúkraflutningur, leiting og bjarging. Ein kommuna hevur í ávísan mun rætt til at geva egnum borgarum frammíhjárætt til hentleikar og tænastur, sum ikki eru lógarkravdar. Tí hevur býráðið á Tvøroyri nú avgjørt, at fólk í Tvøroyrar kommunu hava fyrsta rætt til tænastur og hentleikar hjá kommununi, tí onnur hava ikki givið sítt íkast sum borgarar og skattgjaldarar. Løgfrøðingurin hjá Kommunufelagnum segði fyri góðum trimum vikum síðani, at kommunur kunnu nokta fólki at brúka tænastur, sum kommunan onga skyldu hevur at veita, tí eingin lóg krevur tað. Kommunala eftirlitið sigur eisini, at tað er ikki ein saklig grundgeving at nokta limum í lógligum felasskapum atgongd til kommunalar hentleikar, tí meirilutin í kommunustýrinum er ósamdur við endamálið hjá felagsskapinum. Og nú sigur býráðið á Tvøroyri so, at fólk, sum eru skrásett í Tvøroyrar kommunu, hava fyrsta rætt til hentleikarnar hjá kommununi. Vinnunevndin hevur samtykt at hita bygningin við sjóhita. Hann kostar fýra milliónir og 177.500 krónur Sjóhitin skuldi fíggjast við sparingum. Men tað eydnaðist ikki at finna neyðugar sparingar, stendur í gerðarbókini fyri býráðsfundin mánadagin. Fyrilestrarsalurin, sum er tann ovasti parturin av gomlu saltsiloini, er komin við aftur í verkætlanina. Hann kostar hálva fimtu millión umframt vindeygu fyri eina millión og 250.000 krónur Harafturat er so hálv millión til óvæntaðar útreiðslur. Havnarmeistarin mælti býráðnum til at játta tíggju milliónir og 427.500 krónur til Sjóvinnuhúsið og taka pengarnar av íløgunum hjá Tórshavnar havn. Og tað samtykti býráðið. Poul Martin Bendix hevur fingið góðar sjey milliónir krónur til granskingarverkætlan, sum hann er leiðari fyri, ið er um kyknuskap og virkni i sambandi við heilsu og sjúku. Poul Martin Bendix er ættaður úr Kollafirði. Hann er lektari á Niels Bohr Instituttinum í Keypmannahavn, men hevur eisini arbeitt á víðagitnu universitetunum, Stanford og Harvard. Hetta er ein av 20 játtanum, sum Det Frie Forskningsr d júst hevur latið til granskingargarleiðarar. Tilsamans eru játtaðar 132 milliónir krónur. Endamálið við stuðlinum er at geva framúrskarandi granskarum í Danmark bestu umstøðurnar at skapa avgerandi nýggj granskingarúrslit. Svágurin vil ganga nakin. tá tey eru og ferðast. Hini í familjuni kunnu als ikki góðtaka tað, men hvat skulu tey gera Hvussu ella skulu tey siga tað við hann Kvinna, sum er gift, er við barn. Men bæði maðurin og annar maður á arbeiðsplássinum kunnu vera pápar at barninum. Skal hon føða barnið Ella velja fosturtøku Skal hon siga tað við mannin um sítt ivamál ella bíða við at siga nakað, til barnið er føtt ella skal hon velja heilt at tiga Kvinna skrivar um systrina, sum varð skild fyri 15 árum síðani. Hon valdi tá at flyta aftur til Føroya og búgva hjá pápanum, sum var einkjumaður. Alt hevur gingið uppá stás til nú. Nú er húsið óruddiligt og skitið. Pápin ikki røktaður og systurin grevur alt møguligt niður í havan. Kvinnan, sum skrivar, sleppur ikki inn í heimið, tá hon vil. Hvat skal hon gera Hjún skriva, at tey áður hava lánt húsið út til systrina, sum býr í Norra. Tey gingu illa um húsið og tí vilja tey ikki endurtaka søguna. Skulu tey siga nei Kunnu tey so vænta at ósemja kemur í familjuna Ella bara lata fimm vera líka og siga ja Hon skal luttaka í donsku undankappingini um at sleppa í finaluna í Miss Universe. Vit vóru við til stóru myndatøkuna av Turið í gjár. Breið semja tykist vera um, at tað hevði verið skilabest, um landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fekk eitt samlað tilmæli frá Havstovuni og Fiskidaganevndini, ið partarnir stóðu saman um. Tí kann tað vera trupult hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum at taka dagar ímillum tilmælini og hvørjum hann skal lurta eftir. Tórshavnar kommuna kann í løtuni ikki raðfesta at byggja nýggjar lestraríbúðir. Tí er tað ein góð loysn at taka av tilboðnum hjá Bústøðum at umvæla kommunuskúlan og byggja lestraríbúðir har. Bústaðir hava søkt um at sleppa at leiga ein part av Kommunuskúlanum í 30 ár, og mánakvøldið samtykti býráðið at leiga Bústøðum 1440 fermetrar. Men atfinningar hava verið í býráðnum ímóti uppskotinum. Millum annað hevur Jógvan Arge, býráðslimur, skotið upp at taka Kommunuskúlan niður og tingast við Bústaðir um at byggja lestraríbúðir á staðnum, tí gamli bygningurin er soppafongdur og ikki egnaður til íbúðir. Tað eru umleið tvey ár síðan hølini og tjaldingarøkið vóru nútímansgjørd og hetta fær eisini fleiri ferðasólk at koma á staðið at gista. Vit tosa við dagliga leiðaran á tjaldingarøkinum, Andrias Rein Herluf Sigvaldsson, samráðingarleiðari, boðaði tí frá seint fyrrapartin, at hann gevst við royndunum at fáa øll fýra londini at semjast um 2015, tá Føroyar hava formansskapin. Men londini kunnu, leggja tey í, halda fram at tingast um svartkjaftin, uttan at Føroyar standa fyri teimum samráðingunum, tí føroyski formansskapurin er nú liðugur. Herluf Sigvaldsson sigur, at samráðingarfólkini hjá Føroyum og ES fara at tosa saman seinnapartin. Hini londini eru Ísland og Noreg. Grønland og Russland vóru við sum eygleiðarar. Børsen skrivar við Bankanalysen sum keldu, at BankNordik er niðast á listanum eftir at 7370 viðskiftafólk eru spurd, hvussu nøgd tey eru við sín banka. Næst niðast er Danske Bank. Samanumtikið sigur greiningin í ár, at fjórða hvørt fólk í Danmark er so misnøgt við bankan, tey brúka, at tey umhugsa at finna sær onkran annan banka. Samgongan eigur næsta leikin í kjalarvørrinum av niðurstøðuni hjá Hans Gammeltoft Hansen, kanningarstjóra, í málinum um Eysturoyartunnilin. Eirikur Lindenskov, politiskur viðmerkjari, heldur, at andstøðan hevur ongan skund, tí løgtingsval verður seinni í ár, og niðurstøðan hjá kanningarstjóranum styrkir ikki útgangsstøðið hjá samgonguni, tvørturímóti. Nú eru oyggjaleikirnir aftur fyri framman og í ár kappast føroyingarnir í tólv ítróttargreinum. 270 føroyingar fara í morgin avstað til Jersey og leygardagin verða leikirnir settir. Men skulu vit framvegis vera við í oyggjaleikum Petur Elias Petersen og Leivur Fredriksen eru einigir á máli um, at oyggjaleikir framvegis er tann størsta kappingin á hægsta støði fyri fleiri føroyskar ítróttargreinar. Kringvarpið fer at miðla oyggjaleikirnar á Jersey nakað øðrvísi enn undanfarin ár. Heimasíðan hjá Kringvarpinum verður høvuðspulsæðrin millum oyggjaleikirnar og Føroyar. Men tó so verða tað eisini sjónvarpsinnsløg og aftaná vanligu tíðindini klokkan12.20 eru oyggjaleikatíðindi. Eftir at Hans Gammeltoft Hansen legði kanningina fram í gjár, har hann staðfestir, at løgmaður við vilja hevur sagt ósatt í løgtinginum, og tí hevur brotið lógina um ábyrgd landsstýrimanna, hevur løgmaður sjálvur alment boðað frá síni egnu tulking av niðurstøðuni, bæði í tíðindaskrivi og á sínum egna facebookvanga. Kanningarstjórin sigur, at løgmaður hevði heimild at gera avtalu við CIP, men hann segði ósatt fyri tinginum um endurgjaldsavtaluna. Bólkurin, Danny og The Veetos, byrjaði at spæla fyri hálvum triðja ári síðani og hava síðani havt ymsar framførslur runt í landinum. Danny og The Veetos er mannaður av Danny Baldurssyni á guitar og vokal, Pálli Brim Joensen á ukulele og vokal, Jóhan Nolsøe á guitar, Robert Waagstein á trummum og vokal, Símuni Dam á synth, Leivi Vitalis á bass og synth bass og Rúna Hentze á trompet. Tónleikurin hjá teimum er ein samanseting av góðum, gomlum fólkatónleiki og nýmótans elektroniskum poppi. Nýggja lagið, Sunnukvøld í Mai , er merkt av sorg, men er samstundis lívligt og fangandi. Bólkurin eigur sjálvur upptøkurnar, sum Kristoffer Mørkøre hevur miksað og masterað, og sjónbandalag hevur Raclip filmað. Bólkurin kemur at spæla Við Múrin 3. juli klokkan23.30, har teir fara at framføra nýggj og eldri løg. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, biður nú løgtingið um umbering fyri upplýsingarnar, sum hann bar tinginum í sambandi við málið um Skálafjarðartunnilin. Eftir at hava lisið drúgvu frágreiðingina hjá Hans Gammeltoft Hansen, kanningarstjóra, ásanni eg, at mítt orðaval um ongan leiklut at eiga í break fee avtaluni var óheppið og ikki rætt. Seint í gjárkvøldið var fundur ímillum Grikkaland, Altjóða Valutagrunnin, IMF, evropeiska miðbankan og ES nevndina í royndini at finna eina loysn. Men einki úrslit spurdist burturúr, og partarnir samdust um at fara aftur til samráðingarborðið í morgun. Tíðin er um at renna undan Grikkalandi, tí klokkan eitt í dag skulu fíggjarmálaráðharrarnir í evrulondunum koma saman til fundar at tosa um støðuna, áðrenn stjórnarleiðararnir í ES londunum seinni í dag koma til Brússel á toppfund. Verður eingin loysn funnin fyri fundin klokkan eitt millum fíggjarmálaráðharrarnar, so verður neyvan nøkur loysn funnin, og so veit eingin, hvat hendir við Grikkalandi. Kravið er framvegis, at Grikkaland skal hækka pensjónsaldurin, skerja pensjónirnar og hækka meirvirðisgjaldið. Tað hevur landið boðið sær at gera, men uppskotið frá griksku stjórnini er ikki nóg víttfevnandi, hevur altjóða valutagrunnurin gjørt greitt. Grikski forsætisráðharrin vildi ikki siga nakað eftir fundin í gjárkvøldið, men ein embætismaður segði, at Grikkaland heldur fast við sína støðu. Tá samráðingarnar í Keypmannahavn millum strandarlondini um norðhavssildina eru lidnar í morgin, fara tey í Fiskimálaráðnum at viðgera spurningin um føroysku svartkjaftakvotuna í ár. Beint fyri jól í fjør kunngjørdi Fiskimálaráðið, at svartkjaftakvotan í 2015 er 100.000 tons, og Russland fekk harafturat 80.000 tons. Fyrst í februar hækkaði føroyska kvotan upp í 125.000, og 10.apríl fór hon upp í 200.000 tons. Gamla avtalan frá 2006 um býtið millum londini er farin í søguna. ES vil hava býtislykilin broyttan, tí ES heldur seg eiga rætt til størri part. Og strandarlondini hava gjørt fleiri royndir at gera ein nýggjan býtislykil, men til fánýtis. Samráðingar vóru í Keypmannahavn í gjár og týsdagin. Men so langt er millum partarnar, at vónleyst var at finna nakra semju, segði Herluf Sigvaldsson, samráðingarleiðari. Hann sigur, at fleiri tíggjutals prosentstig skilja partarnar, og tí var vónleyst at fáa londini at semjast. Seinnapartin í gjár tosaði føroyska samráðingarnevndin við ES, men einki endaligt úrslit spurdist burturúr, sigur Herluf Sigvaldsson. Tá samráðingar vóru í desember vóru londini tó samd um, at heildarkvotan av svartkjafti í 2015 skal vera ein millión og 260.000 tons. Sambært býtislyklinum frá 2006 áttu Føroyar ein fjórðing av svartkjaftakvotuni. Tað eru 315.000 tons av einari millión og 260.000 tonsum. Í dag fara strandarlondini enn eina ferð at royna at finna semju um norðhavssildina. Noreg hevur formansskapin í samráðingunum, sum eru í Keypmannahavn í dag og í morgin. Í fjør samdust ES og Føroyar um, at føroyska kvotan í 2014 var 40.000 tons, hóast hini strandarlondini, eisini ES, upprunaliga vóru samd um, at Føroyar bara áttu 20.000 tons. Sum skilst verður føroyskan kvotan 40.000 tons aftur í ár. Hann sigur, at kunngerðin um norðhavssild fyri 2015 er tann sama sum í fjør, men hon verður ikki lýst enn. Fyribils er kvotan eisini tann sama sum í fjør, 40.000 tons, men tað talið er tó ikki endaligt, sigur Jacob Vestergaard. Kunngerðin er langt síðani liðug. Hon var í Fiskivinnuráðnum fyri einum góðum mánaði síðani. Og hon hevur eisini verið á landsstýrisfundi. Boston bumbumaðurin, 21 ára gamli Dzokhar Tsarnaev, er dømdur til deyða fyri atsóknina at Boston maratonrenningini í 2013. Fleiri fólk lótu lív, og uppaftur fleiri vórðu særd. Á rættarfundinum í gjár, viðgekk tann 21 ára gamli maðurin, at tað var hann sum saman við bróðurinum ið skipaði fyri atsóknini. Tað gjørdi hann, eftir at fleiri av teimum sum vórðu skadd í atsóknini høvdu fingið orðið í rættinum. Í fyrstuni við segði hann seg vera ósekan í ákæruni um yvirgang, og hann greiddi frá, at tað var eldri bróðurin, sum skipaði fyri atsóknini. Eldri bróðurin, 26 ára gamli, Tamerlan Tsarnaev, læt lív í einum samanbresti við løgregluna eftir bumbuatsóknina. ES setti í fjør tiltøk í verk ímóti Russlandi, eftir at ófriður brast á í Ukraina, og eftir at Rusland hevði lagt Krim hálvoynna undir seg. Útróðrarmenninir í Sisimiut í Grønlandi eru í øðini, tí teir ikki sleppa at landa meir enn 20 tons av toski um samdøgrið. Teir ætla at gevast at landa, og mánadagin hótta teir við at avbyrgja havnina, um umstøðurnar ikki gerast betri. Formaðurin fyri útróðrarmenninar, Leif Fontaine, sigur við grønlendska kringvarpið, at ov mikið er til av toski á øllum leiðum, og at gørnini søkka, tí tey eru full av fiski. Royal Greenland, sum tekur ímóti fiskinum í Sisimiut sigur seg ongar ætlanir hava um at taka ímóti meira fiski. Tað hevur felagið gjørt útróðrarmonnunum greitt. Fyri at bøta um støðuna, hava grønlendsku útróðrarmenninir í samstarvi við Enoksen Seafood leigað eitt skip, sum skal taka ímóti fiskinum frá bátunum. Skal skipið taka ímóti, so krevst loyvi frá myndugleikunum, og loyvið er ikki givið enn. Nær fiskimenninir faa svar frá myndugleikunum, er ikki greitt í løtuni, skrivar KNR. Verturin spurdi nakað provokerandi hví vit skulu hava klassiskan tónleik í okkara samfelag, tá penginurin ongantíð strekkir til tað sum man ynskir sær. Svarið var einfalt, hví ikki . Ja hví ikki Svarið er ikki so einfalt, men eitt er so greitt. Aldubáran hevur verið ein virkin klassiskur tónleikabólkur í hesi 20 árini, sum nú eru farin afturum. Aldubáran hevur slóðað fyri at enn fleiri føroysk verk eru skrivað og spæld á føroyskum. Í tíðindaskrivinum stendur skrivað, Aldubáran skal vera nýskapandi, eggja til samstarv við fólk, ið royna nýggjar og spennandi leiðir. Hon er ikki eitt fyribrigdi, hvørki institutionelt ella tjóðskaparligt, ið skal pussa nakra gloriu, ella virka fyri nøkrum sum helst øðrum, enn at framføra tónleik á hægsta stigi. Hennara virki kann hava alt annað við sær, og virka sum fyrimynd, karmur at virka innanfyri ígongdsetarí, men málið er altíð at vera nýskapandi, opin fyri øllum, børnum sum vaksnum, høgum sum lágum, fyri tær og fyri mær. Gev fólki kvalitet. Tað er einasti máti, at fáa tey at virða kvalitet . Og afturat hesum orðunum siga Andras Olsen og Ernst Dalsgarð at er umráðandi at vit sleppa okkum av við gomlu hugsanina at vit skulu antin hava hetta ella hitt. Hví kunnu vit ikki hava alt Tí til felags er hetta tónleikur, sum eitt er poppur og eitt annað er klassiskur tónleikur. Um vit skulu hava eitt ríkt tónleika og mentanarumhvørvi hava vit tørv á øllum genrum, og ikki er neyðugt at seta tær upp í móti hvør aðrari. Morgunsendingin hevði vitjan av føðingardagsgestunum, Andrasi Olsen, formanni í Aldubáruni og Ernst Dalsgarð, sum var við til at stovna tónleikabólkin og sum eisini skal syngja opera til hátíðarhaldið leygarkvøldið. Fyri einum tíma síðani fór Sambandsflokkurin á fund á Gamla apoteki at umrøða støðuna, eftir at Hans Gammeltoft Hansen almannakunngjørdi frágreiðingina um Skálafjarðartunnilin. Í niðurstøðuni segði kanningarleiðarin, at Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, breyt lógina um ábyrgd landsstýrismanna, tá hann segði ósatt fyri løgtinginum. Vit skulu ikki vera so bangin fyri at vera nýskapandi og hugsa nýtt um okkara gomlu siðir, sum kvæðini og føroyski dansurin er. Hetta verður millum annað sett á dagskrá við einum kvæðaráðstevnu í døgunum 20 23 juli. Fyrilestrar, framsýningar og ymiskt annað verður á skránni. Tiltakið er fyri føroyingar og ferðafólkini, ið vitja um summari. Hetta er ætlað bæði garvaðum fólki og teimum, sum hava hug at læra meira. Soleiðis siga Malan Marnersdóttir og Niels Orth millum annað. Hoyr tey bæði greiða frá hví vit ikki bara skulu siga at hetta hoyrir gomlu tíðini til. Tilmelding til ráðstevnuna fer fram á heimasíðuni. Landsstýrismaðurin í vinnumálum og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hava í felag tikið stig til verkætlan at talgilda alar almennar tænastur, og ein verkætlanarbólkur er settur at gera eina 5 ára ætlan. Átakið hevur heitið Talgildu Føroyar. Høvuðsmál í ætlanini eru, at borgarar og virki kunnu samskifta og avgreiða síni viðurskifti við tað almenna eitt nú um borgara og virkisportalar, at tænastur hjá tí almenna og hjá vinnuni eru tøkar á netinum, og at veitingar og mannagongdir í tí almenna eru talgildar Ávegis verkætlaninn verður framløgd í Norðurlandahúsinum í dag. Nicolai Balle, leiðari í KT Landsins og Morten Meyerhoff, talgildiserfrøðingur, vitja í útvarpsstovuni og fyrst varð spurt, hvønn kunnleika Morten Meyerhoff hevur Landsstýrismaðurin er samdur við arbeiðsbólkin, sum kannaði, um tað loysir seg hjá landinum at lata privat reka leiðir hjá Strandfaraskipum landsins. Kaj Leo Holm Johannesen heldur seg tó framvegis hava fult álit í flokkinum, men í summar skal baklandið í Sambandsflokkinum siga sína hugsan, um niðurstøðan hjá kanningarstjóranum í málinum um Skálafjarðartunnilin skal fáa avleiðingar fyri løgmann. Tað hevur Almannamálaráðið fingið at vita frá Almannaverkinum, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna, sum hevur svarað spurningum frá einum Kristinu Háfoss, løgtingskvinnu, um Rásina. Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna, spyr Anniku Olsen, um hon góðtekur, at enn eina ferð er so illa av stað farið hjá Almannaverkinum, at tey ungu á Rásini og avvarðandi teirra fullkomiliga kenna seg slept upp á fjall. Fyri tveimum vikum síðani funnust avvarðandi hjá næmingum á Rásini at myndugleikunum, tí næmingarnir, sum verða lidnir nú í summar, ikki høvdu fingið nakran bústað at flyta í. Fólkaflokkurin hevur ongan hug at leggja seg út í niðurstøðurnar hjá kanningarstjóranum, Hans Gammeltoft Hansen, sum millum annað staðfestir, at Kaj Leo Holm Johannesen hevur brotið lógina um ábyrgd landsstýrismanna við at siga ósatt fyri løgtinginum. Jørgen Niclasen vísir á, at Sambandsflokkurin nú er farin at viðgera støðuna innanfloks. Og tað skal flokkurin hava loyvi til, sigur hann. Eitt talgilt samleikaprógv, ein felags portalur fyri allar tænastur og ein tryggur KT arkitekturur, har allar persónsupplýsingar og grunddátaskráir verða savnaðar á einum stað. At talgilda Føroyar hevur við sær effektiviseringar og sparingar, men tað fer eisini at gera tað lættari hjá borgaranum at avgreiða síni viðurskifti. Mælt verður til, at loysnin verður føroysk, so føroyska KT vinnan eisini kann mennast. 53 ára gamli Olaf Johannessen er í fremstu røð í donskum sjónleiki. Í vikuni varð hann kosin besti sjónleikarin í danska kongaríkinum í ár. Í mai hitti útvarpið Olaf Johannessen í skiftirúminum á Kongaliga Teatrinum í Keypmannahavn um dreymin, niðurtúrin og frambrotið á yrkisleiðini. Oyggjaleikirnir á Jersey verða settir leygarkvøldið, og fyrstu kappingarnar eru á skránni sunnudagin. Leikirnir halda fram til fríggjadagin 3. juli. Fleiri tíggjutals prosentstig eru á muni á krøvunum, segði samráðingarleiðarin, Herluf Sigvaldson eftir fundin í gjár. Tí má støðan eftirmetast í komandi viku, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður. Hann hevur tí biðið umstingina hjá løgtinginum lesa frágreiðingina hjá Hans Gammeltoft Hansen nærri, og síðani at koma við einum tilmæli til formansskapin. Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, heldur, at løgtingsformaðurin eigur at kalla tingið saman beinanvegin at viðgera kanningina og úrslitið. Tað er margháttligt, at løgtingið biður um eina kanning fyri milliónir, og so ikki fær høvi at viðgera kanningarúrslitið, sigur hann. Annar av samskiparunum hjá Ítróttasambandi Føroya, Annika Haraldsen Lindenskov, er sum heild nøgd við umstøðurnar og hon hevur góðar vónir. Sí samrøðuna við hana her. Samlaðu rakstrarútreiðslurnar fyri kanningar og viðgerðir fyri bróstkrabba verða sostatt 3,8 milliónir krónur árliga tvey tey fyrstu árini. Tað metir stýrisbólkurin fyri krabbameinsøkið, sum er komin vil einum tilmæli til landsstýrismannin í heilsumálum, í sambandi við at føroyskar kvinnur skulu kannast regluliga fyri bróstkrabba. Hetta talið minkar tó helst aftur til eitt útgangsstøði, sum er á leið tað sama sum frammanundan. Tó fara hesar kvinnur í framtíðini at koma fyrr í viðgerð. Útreiðslurnar til ein bróstkrabbatilburð fevna um eitt nú skurðviðgerðir og stráluviðgerðir, og ætlanin byggir á eina skipan, har allar føroyskar kvinnur millum 50 og 69 ár verða kannaðar. Sambært ECAC European Code Against Cancer eru haldgóð prógv fyri, at mammografiscreening gevur góð úrslit, og færri kvinnur doyggja av bróstkrabba. Sjey kanningar, sum fevndu um meira eina hálva millión kvinnur, hava víst, at 25 prosent færri kvinnur doyggja, verða tær screenaðar. Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum, heitir nú á politisku skipanina skjótast gjørligt, at tryggja, at Talgildu Føroyar verða fyri øll, eisini fólk, ið bera brek. Í skrivi mælir MBF eisini til, at støða verður tikin til, hvør skal umsita talgildu undirskriftina, um brúkarin av einari ella aðrari orsøk ikki sjálvur er førur fyri at umsita hana. Tann, ið má geva øðrum persóni atgongd til allar sínar persónligu upplýsingar, verður rættiliga sárbærur, sigur MBF, og tí má trygdin setast høgt, so ongin óviðkomandi sleppur fram at persónligum upplýsingum. Og um neyðugt er at geva fulltrú, hvør skal tá hava hana, spyr MBF, sum harmast um, at allir føroyingar ikki eru tiknir við í arbeiðið frá byrjan. Mánadagin var MBF á fundi við verkætlanarbólkin fyri Talgildu Føroyar , og har staðfesti felagið, at brekøkið ikki er hugsað sum partur av verkætlanini. millum annað hvussu er við atkomu fyri tey, ið hava kognitiv brek og tey, sum hava niðursettan førleika í armi og hond, ella tey, sum eru blind, deyv og lesiveik. Felagið spyr somuleiðis, hvat verður gjørt, um onkur ikki er førur fyri at umsita talgilda samleika sín. MBF var boðið við til framløguna av verkætlanini, sum var í gjár, men valdi ikki at luttaka. Grundin er, sigur felagið, at verkætlanarbólkurin skuldi stýra tí, sum MBF skuldi bera fram í Norðurlandahúsinum, og at alt ov nógvir ósvaraðir spurningar vóru viðvíkjandi brekøkinum. Kaj Leo Holm Johannesen verður sitandi sum løgmaður, til val er útskrivað eisini um hann noyðist arleggja frá sær sum formaður í Sambandsflokkin fyrst í august. Løgmaður, ting og landsstýrismanning hjá Sambandsflokkinum høvdu fyrrapartin í gjár fund á Gamla Apoteki, har støðan varð umrødd, nú kanningin hjá Hans Gammeltoft Hansen um leiklutin hjá løgmanni í málinum um break fee avtaluna við CIP staðfestir, at løgmaður bar løgtinginum skeivar upplýsingar. Niðurstøðan á fundinum var, at formaðurin fyrst í august fer at kalla landsnevndina saman, og síðani fer flokkurin at viðgera politisku støðuna og spurningin, um formaðurin kann verða sitandi ella ikki. Sjálvur er Kaj Leo Holm Johannesen sinnaður at leggja frá sær sum formaður í Sambandsflokkinum, um flokkurin metir tað vera bestu loysnina. Spurningurin er so, hvat hendir, um Kaj Leo Holm Johannesen má frá sum formaður í Sambandsflokkinum. Merkir tað so eisini, at hann leggur frá sær sum løgmaður Tí kann tað henda, at Sambandsflokkurin fær nýggjan formann í august, men at fráfarandi formaðurin heldur fram sum løgmaður og leiðari í samgonguni, til val er útskrivað. Fyrrverandi stjórin á Føroya Handilsskúla er fríkendur fyri allar ákærur um, at hann av órøttum tók ímóti pengum fyri sítt arbeiði í bygginevndini fyri Skúladepilin í Marknagili. Stýrið fyri Føroya Handilsskúla stevndi Reidari Nónfjall eftir 495.000 krónum, sum hann hevði fingið í samsýning frá mai 2008 til apríl 2011. Gunnar Mohr, stýrisformaður, dugir í løtuni ikki at siga, hvat stýrið ger við dómin. Tað verður viðgjørt á fundi fyrst í næstu viku. Hetta seinasta fríggjadagsprikið eydnaðist okkum ikki at fáa út í lurtið, men hóast tað, skulu tit ikki vera snýtt fyri prikið. Jákup Veyhe syngur egna sangin Tað er tí eg elski hetta landið Umsitingin hjá løgtinginum skal brúka einar 14 dagar at koma við sínum tilmæli, sum formansskapurin í løgtinginum hevur biðið um, eftir niðurstøðuna av kanningini hjá Hans Gammletoft Hansen, kanningarstjóra. Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, segði í gjár, at hann fer ikki at kalla tingið saman at viðgera kanningarúrslitið, fyrr enn hann hevur fingið eitt tilmæli frá umsitingini í løgtinginum um, hvat nú skal gerast. Umsitingin hjá løgtinginum hevur tikið áheitanina frá formansskapinum til eftirtektar. Hon fer at viðgera málið nærri og koma við einum tilmæli til formansskapin, sigur Jonhard Klettheyggj. Tilmælið hjá Hans Gammeltoft Hansen, kanningarstjóra, er at geva Kára P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismanni í innlendismálum, og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, eitt nefs eina kritiska átalu fyri at hava brotið lógina um ábyrgd landsstýrismanna. Hetta er ein siðvenja, sum danska fólkatingið hevur ment, tí mett verður, at tað kann vera eitt ov ógvusligt stig at taka at fara undir eitt umfatandi og kostnaðarmikið rættarmál. Fyri at brot á lógina um ráðharraábyrgd ikki bara skal fara aftur við borðinum og á tann hátt máa grundarlagið undan politisku skipanini og lógarverkinum, hevur fólkatingið ment ta siðvenju, at ein ráðharri kann fáa eina meira ella minni kritiska átalu frá Fólkatinginum, um hann brýtir lógina. Í fólkatinginum er tað forrætningsnevndin , sum orðar eina kritiska átalu, og skulu vit gera tað sama í Føroyum, er tað formansskapurin, sum skal leggja slíkt uppskot fyri løgtingið, segði Súsanna Danielsen, fyrrverandi løgtingsstjóri, við útvarpið mikudagin. Tað eru millum annað hesar siðvenjur, sum Jógvan á Lakjuni, løgtinsgformaður, vil hava umsitingina hjá løgtinginum at orða og koma við tilmæli um, hvussu siðvenjan skal vera í Føroyum. Tað snýr seg um at finna eina javnvág, og hvørjar avleiðingar eitt brot á lógina um ábyrgd landsstýrismanna skal fáa, sigur hann. Ein maður er funnin hálshøgdur eftir eitt álop á eina verksmiðju nærindis Lyon í Fraklandi. Trúligt er, at islamistar hava framt álopið. Deyði maðurin er sambært franskari løgreglu hálshøgdur av einum persóni, sum er sæddur við einum flaggi frá islamska yvirgangsfelagskapinum IS. AFP upplýsir samstundis, at høvdið skal vera funnið á portrinum til verksmiðjuna við onkrum skrivaðum á arabiskum máli. Maðurin, sum er undir illgruna, er handtikin av fronsku løgregluni, skrivar AFP. Franski innanríkisráðharrin er á vegá staðið, og franski forsetin, Francois Hollande, sum er í Brússel á ES toppfundi, hevur eisini boðað frá, at hann fer heimaftur til Fraklands nú. Álopið hendi um 10 tíðina lokala tíð, og franski forsetin, Manuel Valls, hevur givið boð um at herða trygdina á ávísum støðum í Lyon. Men í gjár staðfesti Føroya Rættur, at fyrrverandi handilsskúlastjórin hevði rætt til hesa samsýning fyri sítt arbeiði í bygginevndini fyri skúladepilin í Marknagili. Ætlanin er at taka verðina sigur forsangarin flennandi meðan hinir í bólkinum smílast. Danny og The Veetos er ein tónleikabólkur, sum hevur hálvt triðja ár á baki og sigur seg spæla elektroniskan fólkapopp. Men í morgun hoyrdu vit teir við eini øðrvísi uppseting. Fýra av sjey limum í bólkinum spældu fyri lurtarunum i morgun, og hetta var eisini síðsta live framførslan í morgunsendingini áðrenn summarferiuna. Aftaná at bólkurin hevði spælt tveir sangir hoyrdu vit nýggja staklagið Eitt sunnukvøld í mai . Hoyrið Danny og The Veetos omanfyri. Morgunkórið er eitt samstarv millum morgunsendingina í Kringvarpinum og Sigrið Sivertsen, sum varð biðin at leiða kórið. Sigrið hevur lagt eitt sera stórt arbeiði í kórið, og tað hoyrist eisini aftur á upptøkunum. Verkætlanin ljóðaði at fáa sangglaðar føroyingar, sum ikki vóru kór ella sang vandir at syngja í einum kóri. Vit leitaðu eftir fólki í øllum aldri og úr øllum landinum. rslitið varð at eini 90 fólk fingu boð, um at manna kórið, og tá avtornaði taldust tey 75 fólk. Kórið vandi saman við Sigrið Sivertsen einaferð um vikuna í tríggjar og ein hálvan mánað. Vit kunnu leggja afturat at Morgunkórið eftir øllum at døma heldur fram fyri seg sjálvt, men framvegis við Sigrið Sivertsen á odda. Góðan morgun Føroyar og Kringvarpið takka Sigrið Sivertsen og øllum limunum í Morgunkórinum fyri eina stuttliga tíð. Kenslan at hetta eydnaðist er góð, og tað hugaligt at samleikin hjá Kringvarpinum kann verða sæddur í góðum anda. At enda skulu vit ikki gloyma at takka Reinsarínum fyri møguleikan at læna hølið í hesum tíðarskeiði. Deiligt at tað bar til at húsa so nógvum fólki mitt niðri í býnum. Takk fyri og njótið nú upptøkurnar Góð 2.000 tons minni vórðu fiskað undir Føroyum fyrstu fimm mánaðirnar í ár, samanborið við somu tíð í fjør. Tá er talan um øll fiskasløg. Uppgerðin yvir vanligu botnfiskasløgini vísir, at nakað meir av toski varð fiskað, 1700 tons, sum er ein triðing meir enn í fjør. Prísurin var góður, tí virðið vaks við næstan 53 milliónum krónur Upsin royndist illa fyrstu fimm mánaðirnar. Fiskað vórðu 2.500 tons færri, og tað vóru 20 prosent minni enn somu tíð í fjør. Tað sást eisini aftur í søluni, sum var næstan 10 milliónir minni enn í fjør. Dystir hjá Føroyum í bólkaspælinum Sunnudagin 28.06 Føroyar Isle of Man Mánadagin 29.06 Føroyar Jersey Týsdagin 30.06 Føroyar Áland Mikudaign 31.06 Føroyar Bermuda Føroyska landsliðið hevur fingið allarbestu fyrireiking til Oyggjaleikirnar, tí teir hava júst spælt EM undankapping í Luksemburg. Dystirnir hjá Føroyum í bólkaspælinum Sunnudagin 28.06 Føroyar Isle of Man Mánadagin 29.06 Føroyar Gotland Týsdagin 30.06 Føroyar Jersey Mikudagin 01.07 Føroyar Saaremaa Karsten Hansen, landsstýrismaður í almannamálum, bíðar framvegis eftir pengunum, sum fólkatingið skuldi játta til Fargen verkætlanina. Bjarne Corydon, fráfarandi fíggjarmálaráðharri, setti peningin av á fíggjarlógini fyri í ár. Men nú er líkt til, at ein nýggjur fíggjarmálaráðharri skal takast støðu til málið. Eftir at hava bíðað eftir frágreiðingini frá Hans Gammeltoft Hansen í hálvtannað ár, skulu vit nú bíða í nakrar dagar kanska tvær vikur eftir einum tilmæli, sum umsitingin í løgtinginum kemur við. Stýrisbólkurin fyri krabbameinsøkið er komið við sínum tilmæli til landsstýrismannin, har tað verður mælt til eina almenna skipan, har kvinnur í aldrinum 50 til 69 ár verða kannaðar. Hann fyllir 90 ár sunnudagin, men er til arbeiðis hvønn dag. Á arbeiðsplássinum í Miðlahúsinum var móttøka fyri føðingardagsbarninum fyrr í dag. Jersey, sum er vertur fyri Oyggjaleikunum 2015, er ein spennandi oyggj í Ermasundi. Hon er tann sunnasta og samstundis tann størsta av kanaloyggjunum. Tórður Mikkelsen og myndamenninir Ragnar A. Jacobsen og Hallur E. Thomsen hava í dag verið ein túr kring oynna. Tí var stórur spenningur nú síðsta umfar skuldi spælast áðrenn summarsteðgin í effo deildini. NSÍ snávaði í Klaksvík, tí eitt stig var ikki nokk tá B36 fekk fult á Argjum. Og í Sarpugerði átti eftir stigatalvuni at døma verið talan um ein javnan dyst. Men heimaliðið vann ein greiðan sigur á havnamonnum. Fimti dysturin í effodeildini verður spældu á Jóansøku í morgin millum TB og EB Streym. KÍ NSÍ 3 3 2 1 03. 1 0 Heðin Klakstein 11. 1 1 Klæmint A. Olsen 28. 2 1 Kenan Hajdarevic 47. 2 2 Magnus H. Olsen 65. 2 3 Jónhard Frederiksberg 77. 3 3 Henry Heinesen brotsspark Víkingur HB 3 0 2 0 33. 1 0 Gunnar Vatnhamar 36. 2 0 Heðin Hansen 68. 3 0 Atli Gregersen AB B36 1 3 1 1 07. 0 1 Høgni Eysturoy 41. 1 1 Jógvan Skeel Nolsøe 89. 1 2 Høgni Eysturoy 90. 1 3 Róaldur Jacobsen ÍF FC.Suðuroy 3 3 1 0 30 1 0 Dánjal á Lakjuni 52 1 1 Valerian Lobaslhvili 70 1 2 Jón Krosslá Poulsen 72 2 2 Clayton Nascimento 80 2 3 Mamuka Toronjadze 86 3 3 Adeshina Lawal Stigatalvan eftir 17.umfar 1 B36 36 stig 2 NSÍ 34 stig 3 Víkgingur 33 stig 4 HB 30 stig 5 KÍ 25 stig 6 ÍF 20 stig 7 TB 17 stig leikt ein dyst færri 8 FC.Suðuroy 14 stig 9 AB 9 stig 10 EB Streymur 6 stig leikt ein dyst færri Eyðun Klakstein fegnast um at vera nýtt oddalið í effodeildini. Hann heldur trýr uppá at meistaraheitið kann endurvinnast fyri fyrstu ferð í søgu felagsins Hann heldur at avrikið hjá leikarunum í B36 er eitt bragd. Lars Løkke Rasmussen hevur boðað frá, at einki spurdist burtur úr stjórnarsamráðingunum við hinar borgarligu flokkarnar, og Vinstri fer einsamallur í stjórn. Eg haldi, at tað er undirtøka í Fólkatinginum fyri, at vit í Vinstra skipa stjórn, sigur Lars Løkke Rasmussen við danskar miðlar. Hann verður sostatt forsætisráðharri í einari stjórn, sum skal hava undirtøku frá øðrum flokkum í øllum málum. Danski Fólkaflokkurin, Liberal Alliance og Tey Konservativu verða stuðulsflokkar. Vinstri leggur nú seinastu hond á stjórnarskjalið, sum ætlandi verður liðugt um vikuskiftið. Danskir miðlar siga seg vita, at stjórnin fer millum annað at lækka toppskattin. Auden M rak gevur ilt av sær um føroyska samráðingartoymið, nú tað heldur ikki eydnaðist strandarlondunum at finna semju um norðhavssildina. Føroyar hava vinglutar grundgevingar og koma við próvgrundum, sum eingin kann hava álit á, sigur Audun M rak við heimasíðuna hjá Fiskeb t. Hann heldur, at føroyingar eru bestir til broyta støðu, alt eftir, hvat sømir seg fyri føroyingar sjálvar. Av somu orsøk eru føroyingar ikki til at líta á í samráðingunum. Tað spurdist einki burturúr samráðingunum um norðhavssildina, sum vóru í Keypmannahavn hósdagin og í gjár. Samráðingarnar vóru um býtið av sildini fyri næsta ár. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sigur, at enn verður ikki farið at fiska norðhavssild, men kunngerðin er klár, og hon verður lýst um ikki so langa tíð. Í kunngerðini stendur, at føroysk skip í ár fáa loyvi at fiska 40 túsund tons av norðhavssild, sum er tað sama sum í fjør. Tað eru tíggju ár síðan at hugskotið um eitt hotell birtist, men nú sær tað út at gerast veruleiki. Bjarti Thomsen, ið er maðurin handan ætlanina sigur, at tørvurin er stórur á einum gistingarstaði í Nólsoy. Hugin Skaalum, formaður í Sambandsfelagnum í Vágum, sigur við útvarpið fyrrapartin, at tað er ikki í lagi, at løgmaður hevur borið løgtinginum skeivar upplýsingar. Fólkatingsvalið og veljarakanningar annars vísa, at Sambandsflokkurin hevur tað trupult. Tíðin er kanska búgvin at skifta formann, men eg veit ikki, hvat hini limafeløgini halda, sigur hann við útvarpið í dag. Hann fer nú at vita, hvat hini limafeløgini siga um støðuna í Sambandsflokkinum. Hann væntar, at limafeløgini koma við einari niðurstøðu eftir fundin mánakvøldið. Løgmaður, tingmanningin og landsstýrisfólkini hjá Sambandsflokkinum vóru á fundi á Gamla Apoteki hósdagin, har støðan var umrødd, nú kanningarstjórin Hans Gammeltoft Hansen hevur staðfest, at løgmaður bar løgtinginum skeivar upplýsingar. Niðurstøðan á fundinum var, at formaðurin fer at kalla landsnevndina saman fyrst í august, og tá fer flokkurin at viðgera politisku støðuna og spurningin, um Kaj Leo Holm Johannesen skal vera sitandi sum formaður. Sjálvur er Kaj Leo Holm Johannesen sinnaður at fara frá sum formaður, um flokkurin metir tað vera bestu loysnina. Verður tað niðurstøðan, ætlar hann sær kortini at vera sitandi sum løgmaður til valið er útskrivað. Sambandsflokkurin hevur veljarafeløg í Suðuroy, í Havn, á Sandoy, í Vágum, í Norðstreymi, í Eysturoynni, í Norðuroyggjum, umframt ungmannafelagið hjá Sambandsflokkinum. Tað verða badmintonleikararnir og systrarnar, Brynhild og Rannvá, sum ganga fremst í føroysku leguni, tá oyggjaleikirnir verða settir í kvøld. Annars frøist forsetin um góðu úrslitini, føroysk ítróttafólk hava fingið hesa seinastu tíðina. Hann væntar eisini góð úrslit á Jersey, tí føroysk ítróttafólk eru altíð við fyri at vinna. Umleið 270 føroyingar vera til setanina í Howard Davis parkini í St. Hellier. Í ár eru júst 30 ár síðani, at oyggjaleikirnir vóru á fyrsta sinni á Isle of Man í 1985. Leikirnir eru blivnir størri við árunum, og í luttaka fleiri enn 3000 ítróttarfólk í 14 ítróttargreinum. Fyriskipararnir meta, at umleið 5000 fólk koma til setanina í kvøld. Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, heldur, at Føroyar hava ført virknan uttanríkispolitikk í hesum valskeiðnum. Føroyar hava verið í drúgvum samráðingum um makrel og norðhavssild, sendistova er latin upp í Russlandi, kjak um flóttafólk hevur tikið seg upp, og føroysk lesandi og føroyskar fyritøkur fara í størri mun í onnur lond at royna seg. Tað er neyðugt við einum aðalráði, sum røkir sambandið við umheimin, heldur hann. Løgmaður hevur í høvuðsheitum ábyrgdina av uttanríkismálum nú. Tað skal broytast, heldur Miðflokkurin. Miðflokkurin hevur í hesum samgonguskeiðnum ikki fingið undirtøku fyri at stovna eitt uttanríkisráð. Uttanríkisráðið varð stovnað sum aðalráð undir CHE samgonguni í 2008. Høgni Hoydal var tá landsstýrismaður. Í september 2008, tá Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin skipaðu samgongu, varð Jørgen Niclasen landsstýrismaður í uttanríkismálum. Formaðurin í Fólkaflokkinum fór úr landsstýrinum í januar 2011, tá Jacob Vestergaard fekk ábyrgdina av ráðnum. Í apríl 2011 fór Fólkaflokkurin úr samgongu, og tá varð landsstýrið umskipað soleiðis, at løgmaður fekk ábyrgdina av uttanríkismálum. Sum útvarpið skilir, varð Kaj Leo Holm Johannesen sinnaður at fara frá sum formaður, um flokkurin vildi tað, tá løgmaður, landsstýrisfólk og tingmanningin vóru á fundi á Gamla Apoteki hósdagin. Bárður Nielsen, Eivin Jacobsen og Reimund Langgaard kravdu, at Kaj Leo Holm Johannesen boðaði frá nú, at hann leggur frá sær sum formaður á landsfundinum í august. Men Edva Jacobsen, Alfred Olsen og Bjørn Kalsø vildu, at formaðurin heldur fram. Neyðsemjan á fundinum var, at landsnevndin skal gera av í august, um Kaj Leo Holm Johannesen skal standa á odda fyri flokkinum í valstríðnum til løgtingsvalið. Landsstýrismaðurin Johan Dahl og tingfólkini Helgi Abrahamsen, Jóna Mortensen, Gerhard Lognberg og Rósa Samuelsen vóru ikki við á fundinum hósdagin. Bárður Nielsen, sum er næstformaður í Sambandsflokkinum, segði við útvarpið mikudagin, at løgmaður skal taka avleiðingarnar av niðurstøðuni hjá Hans Gammeltoft Hansen. Aðrastaðni er vanligt, at ráðharrar taka avleiðingarnar sjálvir. Spurningurin er nú, hvat støðið skal vera í Føroyum. Eg haldi sjálvur, at persónar skulu taka avleiðingarnar, segði hann. Kaj Leo Holm Johannesen staðfesti eisini í sjónvarpinum hósdagin, at tað var ikki undirtøka millum landsstýrisfólkini og tingfólkini hjá Sambandsflokkinum, at hann boðar frá nú, at hann fer frá. Tað er ikki undirtøka fyri, at eg leggi frá mær í dag. Tað sleppi eg ikki. Í august fara vit á fund við landsnevndina, og tá taka vit støðu, hvør skal standa á odda fyri flokkinum í valstríðunum, sigur hann. Formenninir í limafeløgunum hjá Sambandsflokkinum fara nú eisini at taka støðu til, um tey halda, at Kaj Leo Holm Johannesen skal halda fram sum formaður í Sambandsflokkinum. Limafeløgini fara at viðgera støðuna á fundi á Sandi mánakvøldið. Hugin Skaalum, formaður í Sambandsfelagnum í Vágum, segði við útvarpið fyrrapartin, at tað er ikki í lagi, at løgmaður hevur borið løgtinginum skeivar upplýsingar. Fólkatingsvalið og veljarakanningar annars vísa, at Sambandsflokkurin hevur tað trupult. Tíðin er kanska búgvin at skifta formann, men eg veit ikki, hvat hini limafeløgini halda, sigur hann við útvarpið í dag. Hann fer nú at vita, hvat hini limafeløgini siga um støðuna í Sambandsflokkinum. Hann væntar, at limafeløgini koma við einari fráboðan eftir fundin mánakvøldið. Systrarnar Brynhild og Rannvá Carlsson bóru Merkið og vatnið, tá 127 føroysk ítróttarfólk gingu inn á Howard Davis Park, har setanin og hátíðarhaldið varð hildið, nú størstu oyggjaleikirnir nakrantíð eru settir. Kringvarpið sendi alla setanina beinleiðis á heimasíðuni, men um tú ikki sást hana, ber til at síggja ein samandrátt her. Nú gleða føroysku ítróttafólkini seg at koma í gongd við kappingarnar. Vit hittu nøkur av teimum, meðan tey í tolni bíðaðu eftir at skrúðgongan til setanina skuldi byrja. Grønlendingar plaga at vera hvítir og reyðir, eins og flaggið, tá tey kappast á Oyggjaleikum. Men torført var at fáa eygað á grønlendingarnar, tá øll ítróttafólkini samlaðust til setanina í kvøld. Hesa ferð eru ítróttafólkini úr Grønlandi í hvítum og appelsingulum klæðum. Orsøkin er, at tey høvdu bílagt klæðini á netinum og tey fingu ikki tann rætta litin. Í morgin er fyrsti kappingardagur á Oyggjaleikunum á Jersey, og millum greinarnar hjá føroyingum í morgin eru triathlon og einkultstartur í súkkling. Evald Rasmussen, sum er ein av liðleiðarunum, hevur góðar vónir um, at Føroyar vinna gull í báðum greinum. Í triathlon hjá kvinnum er Karina Ottosen við, og hjá monnum hevur Gudmundur Joensen besta møguleikan. Hann vann silvur fyri tveimum árum síðani á Bermuda. Í einkultstarti í súkkling eru stórar vónir til Torkil Veyhe, sum vann silvur fyri tveimum árum síðani. Hann hevur í seinastuni havt góð úrslit í kappingum í Danmark. Útselt var til Voxbotn, ið var í Vágsbotni í gjár og nátt. Tí royndu nøkur fólk eisini at selja atgongumerki fyri yvirprís, áðrenn Voxbotn byrjaði, upplýsir vakthavandi á politistøðini. Áðrenn tónleikatiltakið byrjaði leygardagin, hevði løgreglan fingið tvær fráboðanir, tí fólk royndu at selja atgongumerki við vinningi fyri eygað, og tað er ikki loyvt. Báðar ferðirnar royndu fólk at selja atgongumerkini á Facebook. Á Facebook royndi ein persónur eisini at selja atgongumerki, sum hann einki átti í. Løgreglan handtók ein mann á Voxbotn, tí maðurin hevði fimm gram av hassji uppi á sær. Maðurin fær tí eina heilsan sendandi frá løgregluni. Annars var friðarligt á Voxbotn, sigur løgreglan. Tað vóru nógv full fólk, men tað spældi væl av. Onkur varð koyrdur heim, meðan onkur annar varð hjálptur upp á beinini, sigur vakthavandi á politistøðini. Á jóansøku varð ein tikin fyri at koyra við kenning um vikuskiftið, meðan ein annar persónur verður skuldsettur fyri brot á lógina um rúsandi evni. Fólkaatkvøðan er umstrídd, tí grikski forsætisráðharrin, Alexis Tsipras, hevur mælt til at vraka uppskotið. Hóast samráðst hevur verið leingi, hevur tað ikki eydnast at fáa eina nýggja avtalu í lag millum griksku myndugleikarnar, ES, IMF og evropeiska miðbankan. Í røðu síni fyri tjóðartinginum mælti Tsipras griksku veljarunum til at siga kortanei til kravboðini frá lánsveitarunum, sum hann málbar seg. ES, altjóða gjaldoyragrunnurin og evropeiski miðbankin hava skotið upp at leingja stuðulsskipanina fimm mánaðir aftrat, men grikski forsætisráðharrin góðtekur ikki treytirnar, sum lánsveitararnir hava sett, millum annað at nýskipa arbeiðsmarknaðin og penssjónsskipanina. Alexis Tsipras sigur, at lánsveitararnir royna at eyðmýkja eitt heilt fólk, sum hann tekur til. Galdandi lánsavtala fer úr gildi týsdagin, tá eitt stórt lán fellur til gjaldingar. 17 ráðharrar eru í stjórnini, sum Vinstriflokkurin skipar einsamallur. Lars Løkke Rasmussen verður forsætisráðharri, og Kristian Jensen, næstformaður í Vinsta, verður uttanríkisráðharri. Claus Hjort Frederiksen verður fíggjarmálaráðharri, Bertel Haarder menta og kirkjumálaráðharri, og Søren Pind verður løgmálaráðharri Formaðurin í danska arbeiðsgevarafelagnum, Jørn Neergaard Larsen, verður nýggjur ráðharri í arbeiðsmarknaðarmálum. Av teimum 17 ráðharrunum eru fimm kvinnur. Sjey hava ikki verið ráðharrar fyrr. Síðani fólkatingsvalið 18. juni hevur Lars Løkke Rasmussen roynt at skipa eina borgarliga stjórn. Fyrst royndi hann at skipa eina meirilutastjórn, men tað eydnaðist ikki. Síðani royndi hann at skipa eina minnilutastjórn, men serliga Danski fólkaflokkurin, sum nú er størsti flokkur á borgarliga veinginum í fólktinginum, aftraði seg við at fara upp í stjórn, og tí varð endin, at Vinstri skipar stjórn einsamallur. Vinstriflokkurin hevur einaferð fyrr skipað stjórn einsamallur. Tað varð eftir fólkatinggsvalið í desember í 1973, tá Framburðsflokkurin hjá Mogens Glistrup vann stórsigur, og gomlu flokkarnir fingu ein dyggan frammaná. Politiskir eygleiðarar á Christiansborg vænta eisini, at tað verður ein stór avbjóðing hjá Lars Løkke Rasmussen, tí hann noyðist at gera semjur í hvørjum einstøkum máli, hóast hinir borgarligu flokkarnir tryggja honum parlamentariska grundarlagið í fólkatinginum. Vinstriflokkurin hevur 34 sessir í nývalda fólkatinginum. Danski javnaðarflokkurin fær nýggja forkvinnu í dag. Á eykalandsfundi fer javnaðarflokkurin at velja Mette Frederiksen til nýggja forkvinnu eftir Helle Thorning Schmidt, sum valkvøldið boðaði frá, at hon fór at leggja frá sær. Mette Frederiksen hevur leingi verið hildin at verða tann, sum fór at avloysa Helle Thorning Schmidt. Seinasta valskeið hevur hon bæði verið ráðharri í arbeiðsmarknaðarmálum og løgmálaráðharri. Av tí at sosialdemokratarnir velja nýggja forkvinnu í dag, fer nýggja stjórnin hjá Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharra, formliga ikki til arbeiðis fyrr enn í morgin. Tær hava verið at sæð leingi í øðrum londum skovfl t, sum tær eita á donskum, blóðmottur sambært orðabókini. Nú eru tær eisini funnar ymsastaðni í Føroyum. Tríggir bretskir serfrøðingar vóru í síðstu viku í Føroyum og leitaðu eftir blóðmottum saman við føroyskum lívfrøðingum. Og teir funnu tað, teir leitaðu eftir. Vit funnu tvær livandi blóðmottur í einum øki í Føroyum, sigur Leivur Janus Hansen, lívfrøðingur, ið ferðaðist kring landið saman við bretsku serfrøðingunum. Higartil er vist, at tvey børn í Føroyum longu eru bitin av blóðmottum, ið kunnu lamma nervalagið hjá fólki ella elva til meningitis, verða fólk bitin. Tey bæði børnini, ið eru blivin bitin í Føroyum av blóðmottum seinastu 25 árini, búgva ikki á somu oyggj, sigur Leivur Janus Hansen, lívfrøðingur. Sostatt er vissa eisini fingin fyri, at blóðmottur, ið bitu børnini, eru staðfestar livandi ymsastaðni í Føroyum, sigur lívfrøðingurin. Hetta er ikki fyrstu ferð, at blóðmotta er funnin í Føroyum, nú lívfrøðingar hava leitað eftir blóðmottuni ymsastaðni kring landið. Hóast livandi blóðmotta varð funnin í seinastu viku, eru fleiri tilburðir eisini skrásettir í Føroyum seinastu 25 árini, har hundar eru bitnir. Til samans vórðu 30 støð ymisk støð í Føroyum kannað. Í einum øki funnu lívfrøðingarnir eisini tað, teir allir leitaðu eftir livandi blóðmottu. Nú má úrslitið av kanningunum greinast nærri áðrenn greiða kann fáast á, hvat skal gerast víðari, sigur Leivur Janus Hansen, lívfrøðingur. Blóðmottur trívast serliga væl, har jørðin er vát, og har eisini sítt gras er. Tá so fólk ella hundar ganga í váta lendinum, kunnu tær seta seg á kroppin. Tá blóðmotta er komin á kroppin hjá fólki, bítur hon seg fasta, har húðin er tunn, fyri síðani at súgva blóð. Tað er tá, at fólk kunnu gerast sjúk. Blóðmotta ger seg inn á umleið 1.000 danir hvørt ár, verður mett. Myndugleikarnir skráseta umleið 150 tilburður um árið, har fólk gerast sjúk, tí tey eru bitin. Í ringasta føri kunnu tað verða flokkarnir, sum eru parlamentariska grundarlagið hjá stjórnini, tað eru Danski fólkaflokkurin, Liberal Alliance og Konservativi fólkaflokkurin, sum fara at taka stuðulin til stjórnina aftur, tí hon noyðist at gera so nógvar semjur eisini við reyða veingin í fólkatinginum. Á eykalandsfundi fer danski javnaðarflokkurin at velja Mette Frederiksen til nýggja forkvinnu eftir Helle Thorning Schmidt, sum valkvøldið boðaði frá, at hon fór at leggja frá sær. Mette Frederiksen hevur leingi verið hildin at verða tann, sum fór at avloysa Helle Thorning Schmidt. Seinasta valskeið hevur hon bæði verið ráðharri í arbeiðsmarknaðarmálum og løgmálaráðharri. Súkklararnir hava súkklað einkultstart fyrrapartin, og Torkil Veyhe gjørdi bart og vann gull. Hann súkklaði 35 kilometrar við tíðini 47 min og 30 sek, sum altso rakk til gullmerkið. Harafturat hava føroysku súkklararnir eisini vunnið bronsu í liðkappingini. Í hálvum maratoni fyrrapartin vunnu Føroyar bronsu í liðkappingini, so higartil hava Føroyar vunnið eitt gull og tvey bronsuheiðursmerki á Oyggjaleikunum. Marna Egholm og Bjørk Herup Olsen umboðaðu í morgun Føroyar í hálvum marathon hjá kvinnum, sum var allar fyrsta kappingin á Oyggjaleikunum á Jersey. Hitin var nógvur í morgun, og tað ávirkaði Marnu, sum var stóri favoritturin at vinna gullheiðursmerkið. Málið var eisini, at Bjørk endaði so frammalaga, at tær báðar samanlagt kundu fáa gull fyri lið. Men alt gekk øðrvísi enn ætlað. Kortini kom smílið at enda fram hjá rennarunum. Ofta verður sagt, at meiri er millum himmal og jørð, enn vit vita um. Kristin fólk siga, at bønin er andadrátturin hjá menniskjanum, og tá tú biðjur, so hoyrir Guð. Av tí at skúlagongdin er so drúgv, og næmingar bert verða tiknir inn einaferð um árið, er eisini trupult hjá læruplássunum at leggja arbeiðið til rættis. Hóast nýggja skipanin er smidligari, kann hon lagast til, so ein partur av skúlatíðini verður broyttur, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, ið hevur ábyrgdina fyri skipanini við handverkslærlingum. Skipanin við embætislæknum í Danmark er broytt, og danskir myndugleikar vilja eisini hava skipanina við landslæknanum í Føroyum broytta. Heilsumálaráðið hevur útgreinað málið eina tíð. Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálsum, vil yvirtaka málsøkið, men tað er ikki vist, at tað verður í hesum valskeiðnum, sum er farið at halla. Í hesum døgum eru liðin 35 ár, síðani Vígdis Finnbogadóttir gjørdist forseti í Íslandi, og í hesum sambandi skipar Vígdis Finnbogadóttir stovnurin fyri hátíðarløtu í dag. Bæði íslendsk og útlendsk listafólk fara at heiðra Vígdis Finnbogadóttir. Eivør Pálsdóttir umboðar Føroyar, og fer at syngja fyri fyrrverandi íslendska forsetanum. Sjónvarpið hjá íslendska kringvarpinum, RUV, sendir beinleiðis frá hátíðarløtuni klokkan tíggju minuttir yvir hálvgum níggju okkara tíð. Í triatlon lat Karina Ottosen ongan iva vera um, hvør er skjótast, best og fremst. Hon smurdi allar av og tryggjaði Føroyum annað gullmerkið í dag. Karina legði út við at svimja 1.500 metrar, og tá tann teinurin var svomin, var Karina á fjórða plássi. Síðani skuldi hon súkkla 40 kilometrar, og tað var her, at hon setti seg á oddasessin og helt allan vegin eisini teir 10 kilometrarnar, sum harafturat skuldu rennast. Forkvinnan í MBF, Tóra við Keldu, sigur, at tað er harmiligt, at allir føroyingar ikki eru tiknir við frá byrjan, og vónar at politiski myndugleikin fær hetta í rættlag, áðrenn arbeitt verður víðari við verkætlanini. Føroysku skjúttarnir hava fingið eina góða byrjan upp á oyggjaleikirnar, tí Føroyar vunnu gull í liðkappingini í skeet, sum samstundis er triðja gullmerkið á leikunum higartil. Tað var sera heitt á skjóta í dag, men Marius Joensen var ísakaldur og legði fyri við at skjóta allar 25 dúgvurnar í fyrsta umfari, sigur Sámal Debes, sum vann gullið saman við Mariusi. IS hevur seinasta árið ment seg til ein felagsskap, sum er førur fyri at hótta USA og Evropa. Felagsskapurin samskipar nú álop í fleiri londum samstundis, og tað er ein hóttan fyri okkum í Evropa. Álopini í Fraklandi, Tunesia og Kuveit eru helst úrslit av stríðnum í Sýria, heldur Johan Jacobsen, sum er cand. mag. í arabiskum. Í Fraklandi tók ein maður seg inn á eina gassverksmiðju, har hann hálshøgdi ein annan mann. Høvdið var funnið við portrið við verksmiðjuna við onkrum skrivaðum á arabiskum. Onnur fólk vóru særd. Yvirgangsmaðurin er handtikin. Fløgg hjá Islamiskum Stati vóru funnin á verksmiðjuni. Í Tunesia beindu tveir yvirgangsmenn fyri 38 fólkum, tá teir fóru at skjóta frá hond á eini strond, har ferðafólk úr Týsklandi, Bretlandi og Belgia hildu til. IS hevur boðað frá, at felagsskapurin stóð fyri álopinum. Í Tunesia er tað ein vanlukka, at ferðafólk hava aftur verið fyri yvirgangi. Vaktarhaldið hevur verið hert síðani í mars, tá hernaðarligir muslimar lupu á eitt savn í høvuðsstaðnum Tunis og beindu fyri 22 fólkum, tey flestu vóru útlendsk ferðafólk. Tey stúra nú fyri, at ferðavinnan fær eitt skot fyri bógvin, tí fólk tora ikki longur til Tunesia at ferðast. Tað kann hava við sær, at stígur kemur í spírandi demokratiið í landinum, har sonevnda arabiska várið byrjaði. Føroyar Gibraltar 5 0 Einmanleikur menn 21 4,21 6 Benjamin Gunnarstein Einmansleikur kvinnur 21 4,21 7 Kristina Eriksen Tvímansleikur menn 21 11,21 11 Niclas Eysturoy og Aksel Poulsen Tvímansleikur kv. 21 14,20 22,22 20 Kristina Eriksen og Sólfríð Hjørleifsdóttir Blandaður tvímansleikur 21 14,21 12 Brynhild Carlsson og Benjamin Gunnarstein Á Jersey er stórur áhugi fyri triathlon á Oyggjaleikunum. Kappingin fór fram í høvuðsstaðnum St. Helier seinnapartin. Eini 5.000 áskoðarar sóu, tá Karina Ottosen úr Havn gjørdi bragdið og vann eitt sannførandi gullheiðursmerki fyri Føroyar. Hjá monnum hendi eitt óhapp hjá Guðmundi Joensen, sum vann silvur á Oyggjaleikunum á Bermuda fyri tveimum árum síðani, og vónirnar vóru stórar um eitt gott úrslit. Men hann bleiv illa fyri og mátti gevast. Kaj Leo Holm Johannesen løgmaður, sum er á Oyggjaleikunum á Jersey í hesum døgum, heldur, at Føroyar hava líka góðar umstøður sum Jersey at skipa fyri Oyggjaleikunum. Stóri trupulleikin er gistingin, men útvegir mugu finnast fyri tí, heldur løgmaður. Bankarnir hava stongt til 6. juli, hava bankarnir stongt til 6. juli, hava griski forsetin og forsætisráðharrin boðað frá, sambært tíðindastovuni, AFP. Grikkar sleppa í mesta lagi at taka 60 evrur út um dagin, tað eru umleið 450 danskar krónur. Avmarkingin er ásett, fyri at forða fyri, at allur peningurin ikki verður tikin úr bankunum, og hesir verða tømdir, skrivar Ritzau. Bíðirøðir hevur verið við peningaautomatirnar í Grikkalandi seinastu dagarnar, tí fólk vilja hava pening sín úr bankanum, tí fíggjarstøðan í Grikkalandi er so ótrygg. Grikkar skulu á fólkaatkvøðu fimta juli at taka støðu til sokallaða lánipakkan úr ES. Tilboðið úr ES var, sambært griska forsætisráðharranum, Alexis Tsipras, so vánaligt, at hann og stjórn hansara ikki høvdu heimild at góðtaka tað vegna griska fólki, skrivar NRK. Fyri at beina fyri øllum iva um, hvør skal verða nevndur minningardag teirra sjólátnu, 1. november, er nú gjørt uppskot um reglur, sum greitt siga, hvør skal á listan. Fólk skulu vera skrásett hjá Landsfólkayvirlitinum at búgva í Føroyum, og tey skulu hava latið lív í sínum yrki á sjónum, av sjúku ella vanlukku. Og á sjónum merkir á skipi, í báti, á øðrum vinnustaði á sjónum, ella í sjónum. Ein nevnd, sum varð sett eftir áheitan frá biskupi, hevur orðað treytirnar. Í nevndini vóru Anfinnur Garðalíð fyri manningarfeløgini og Reiðarafelagið, Edvard Bjarnason fyri Vørn, Bergur Berg fyri Mentamálaráðið og Løgmansskrivstovuna og Torleif Johannesen fyri fólkakirkjuna og Sjómansmissiónina. Fyri 1. november í fjør stakk ivi seg upp um, hvør skuldi vera á listanum til minningarhaldið fyri tey sjólátnu. Jógvan Fríðriksson, biskupur, sigur, at skipanin var farin á glið, og tí var neyðugt at gera greiðar reglur um, hvør skal á listan. Nevndin, sum síðani varð sett, var samd um, at neyðugt er at hava greiðar avmarkingar fyri, hvør kemur á listan, so ivamálini eru so fá, sum til ber. Listin er galdandi fyri almenna minningarhaldið 1. november, har sum løgmaður og biskupur eru við. Einki forðar tó fyri, at minningarhaldini annars kring landið eisini kunnu umfata onnur enn tey, sum eru á almenna listanum. Formansskapurin fer at viðgera frágreiðingina hjá Hans Gammeltoft Hansen, sum kannaði lutin hjá Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, og Kára P. Højgaard, sum var landsstýrismaður í innlendismálum, í privatu verkætlanini um Eysturoyartunnilin. Løgtingið fekk frágreiðingina týsdagin í farnu viku. Niðurstøðan hjá kanningarstjóranum er, at bæði løgmaður og landsstýrismaðurin brutu lógina um ábyrgd landsstýrismanna. Fríggjadagin segði Páll á Reynatúgvu, sum er einasti andstøðumaður í formansskapinum hjá løgtinginum, við Útvarpið, at formansskapurin eigur at koma saman í stundini at viðgera frágreiðingina hjá Hans Gammeltoft Hansen. Jógvan á Lakjuni sigur, at tingið verður ikki kallað saman fyrr enn umsitingin hjá løgtinginum er komin við tilmæli til formansskapin um, hvat nú skal gerast. Jonhard Klettheyggj, løgtingssstjóri, segði við útvarpið á middegi fríggjadagin, at umsitingin hjá løgtinginum skal brúka okkurt um 14 dagar til at gera tilmælið. Amtmaðurin sat mitt í knípuni sum umboðsmaður donsku stjórnarinnar í Føroyum, og serliga føroysk handilsáhugamál mæltu til, at Føroyar vórðu lýstar sjálvstøðugar. Løgtingið var saman til almennar og loyniligar fundir. Longu um kvøldið 9. apríl fekk bretski konsulin boð um, at Bretland ætlaði at herseta Føroyar at forða fyri, at týskararnir eisini tóku Føroyar. Ein lítil grind, 20 30 hval, varð hildin til í Hvannasundi áleið klokkan hálvgum níggju í morgin. Grindaboðini ljóðaðu um átta tíðina. Hoyr Vinjard greiða frá um langu leiðina til HF. Hann fór 36 ára gamal aftur á skúlabonk eftir at hava arbeitt í nógv ár. Tað var ikki bara lætt, av tí at hann mátti raðfesta familjulívið øðrvísi. Har tað er vandamikið at súkkla á vegnum, kunnu súkklurnar sleppa upp á gongubreytina, men talan er tó bara um eina fyribils skipan. Gongubreytin skal vera minst hálvan triðja metrar breið, so minst ein metur er eftir til teirra, ið ganga, stendur í uppskotinum um kunngerðina. Tað kom ikki heilt óvæntað á unga Torkil Jespersen, tá rektarin í Hoydølum kunngjørdi, at hann hevði fingið hægsta miðaltal í Hoydølum. Torkil sigur, at tað er áhugin, ið hevur týdning fyri góðu karakterirnar, og hetta hevur ikki manglað hjá Torkili. Honum hevur altíð dámt væl at gingið í skúla, og hetta hevur eisini givið úrslit. Eg flýddi frá øllum mínum persónligu trupulleikar oman í Hoydalar, har eg fekk møguleikan at hugsavna meg um okkurt annað, sigur 21 ára gamla Guðrun Horn Snæbjørnsdóttir. Skemmarin, ið hevði misnýtt Guðruna, var í holt við at blíva dømdur, tá Guðrun byrjaði í 1.s í Hoydølum. Ikki var tað lætt at byrja í einum nýggjum flokki hesa sváru tíð, men við hjálp frá góðum floksfeløgum og familju, megnaði Guðrun tað kortini. Harafturat doyði sjeikur hennara í eini arbeiðsvanlukku, tá Guðrun var byrjað í 3.s. Svára sorgin elvdi tó ikki til at Guðrun gavst. Aftur í dag var talan um ein avgreiðsluspurning hjá føroyska flogbóltslandsliðnum hjá kvinnum. Føroyar vunnu 3 0 á Jersey. Settúrslitini 25 8, 25 12 og 25 11. Venjarin, Boban Ilic, skifti nógv út í dag, og allir tólv leikararnir vóru á vøllinum. Í gjár vunnu Føroyar eisini, tá bleiv tað til ein 3 0 sigur á Isle of Man. Flogbóltskvinnurnar spæla aftur í morgin klokkan 17.00, tá er Áland mótstøðuliðið Aftur í dag var talan um ein avgreiðsluspurning hjá føroyska flogbóltslandsliðnum hjá kvinnum. Føroyar vunnu 3 0 á Jersey. Settúrslitini 25 8, 25 12 og 25 11. Venjarin, Boban Ilic, skifti nógv út í dag, og allir tólv leikararnir vóru á vøllinum. Í gjár vunnu Føroyar eisini, tá bleiv tað til ein 3 0 sigur á Isle of Man. Liðskiparin, Eina Kalsø, ávarar tó um, at tað fara at koma torførari dystir. Vit skulu komandi dagarnar møta Álandi og Bermuda, sum eru sterkari mótstøðulið, og tá mugu vit vera klárar, sigur Eina Kalsø Flogbóltskvinnurnar spæla aftur í morgin klokkan 17.00, tá er Áland mótstøðuliðið Finalan verður ímóti Jersey í kvøld klokkan 20.00, og heimasíðan hjá kringvarpinum fer at leggja eitt sjónvarpsinnslag út, tá hon er liðug. Í annaðkvøld fara limafeløgini hjá Sambandsflokkiunum at hava fund á Sandi, har tey skulu taka støðu til, um tey halda, at Kaj Leo Holm Johannesen er rætti persónurin at leiða flokkin. Hugin Skaalum, formaður í Sambandsfelagnum í Vágum, segði við útvarpið leygardagin, at tað er ikki í lagi, at løgmaður hevur borið løgtinginum skeivar upplýsingar. Tíðin er kanska búgvin at skifta formann, men eg veit ikki, hvat hini limafeløgini siga, segði Hugin Skaalum. Og tað er ikki bara í Sambandsdflokkinum, at niðurstøðan hjá Gammeltoft Hansen hevur elvt til kjak um, hvørjar avleiðingar løgmaður eigur at taka. Trupulleikin er eisini í samgonguni, nú tað er staðfest, at løgmaður, sum er leiðari í samgonguni, hevur brotið lógina um ábyrgd landsstýrismanna. Tað ber væl til at vera borgarstjóri og løgtingslimur samstundis, sigur formaðurin í Kommunufelagnum. Men í øllum førum skulu borgarstjórin sjálvur og kommunustýrið eiga ta avgerðina Kommunufelagið finst nú at ætlanini hjá landsstýriskvinnuni í kommunumálum, Anniku Olsen, at forða fyri, at fólk kunnu vera borgarstjóri og løgtingslimur samstundis. Borgarstjórar hava havt fund og skrivað Anniku Olsen bræv, har mótmælt verður tí, sum borgarstjórarnir kalla skerd demokratisk rættindi hjá borgarstjórum. Í brævinum sigur Kommunufelagið, at felagið heldur tað ikki vera rætt at hava serreglur og avmarkingar fyri ávísar samfelagsbólkar og rætt teirra at verða valdir í løgtingið ella taka við vali til løgtingið. Slík grundleggjandi viðurskifti eiga at vera skipað eftir eini heildarmeting fyri allar samfelagsbólkar og øll yrki, um aðrar reglur skulu til enn tær, sum longu er í vallóggávuni. Kommununfelagið fer tí at heita á landsstýrið um at sleppa ætlanini at broyta kommunulóggávuna nú beint, áðrenn løgtingsval verður útskrivað, og í staðin fyri tosa við kommunurnar um møguligar broytingar í lóggávuni. Annika Olsen, landsstýriskvinna í kommunumálum, fekk tann 1.juni undirtøku frá landsstýrinum fyri at arbeiða víðari við broytingini í kommunustýrislógini, so borgarstjórar ikki eisini kunnu vera í løgtinginum. Annika Olsen segði tá, fyrst í juni, at ætlanin er framvegis at leggja uppskotið um lógarbroytingina fyri løgtingið eftir ólavsøku. Landsstýriskvinnan í kommunumálum heldur, at borgarstjórar hava nú so nógv at gera, at ikki ber til hjá teimum at vera í løgtinginum eisini. Tá hon í vár frætti, hvussu nógvir borgarstjórar ætla at stilla upp til løgtingsvalið seinni í ár, avgjørdi hon at gera uppskot um broyting í kommunustýrislógini, so fólk ikki kunnu vera borgarstjóri og løgtingslimur samstundis. Nøkur løgtingsfólk eru eisini borgarstjórar. Teirra millum eru borgarstjórar í stórum kommunum, Kristin Michelsen á Tvøroyri og Rósa Samuelsen í Vága kommunu. Fyrstu greiningar bendu á, at royndin, sum hevur verið í gongd síðani í mars í ár í Sierra Leone, helst ikki fer at vísa viðgerðarligar fyrimunir fyri sjúklingarnar, skrivar Wellcome Trust, sum hevur fíggjað royndina. T kilometrar Ebola Guinea er ein samling av smáum RNA mýlum, sum eru pakkað inn í flótandi nano bitlar. RNA ið heftir seg til trý ymisk ebola protein og forðar sostatt virusinum at mennast og spjaða seg. Granskarar aftanfyri royndirnar við apum eru ikki nøgdir við, at Wellcome Trust longu nú rør framundis, at heilivágurin ikki virkar. Thomas Geisbert frá lærda háskúlanum í Teksas sigur við Scientcelnsider, at blandingin, sum verður brúkt til royndirar við menniskjum, eru eldri útgáva enn hon, sum hann sjálvur hevur havt góðar royndir við í apum. Men eftir sum nýggja og úrslitagóða útgávan ikki er roynd fyri hjáárin, kann hon ikki brúkast í ebola sjúklingum. Thomas Geisbert ávarar móti at steðga menningini av T kilometrar Ebola Guinea bara tí júst henda royndin verður steðgað. Fært tú einki svar, vilt tú so drepa heilivágin, spyr Thomas Geisbert og svarar sjálvur Tað er burtur við. Hinvegin, so gongur framá hjá mest umrødda ebolaheiliváginum, sum er í menning nú, Z Mapp. Amerikanska National Institute of Allergy and Infectious Deseases NIAID byrjaði í februar royndarvirksemi við Z Mapp bæði í Liberia og USA. Seinni hava tey eisini tikið Sierra Leone við, og royndir fara eisini at verða gjørdar í Guinea, sigur leiðarin fyri NIAID, Anthony Fauci, við Scien celn sider. Higartil eru 30 sjúklingar við í Z Mapp royndini. Fyrsta kappingin var á 1500 metra teininum hjá monnum. Har var Pál Joensen stórfavorittur at vinna og tað gjørdi hann eisini sannførandi. Leivur Mortensen endaði á einum greiðum øðrum plássi, so í hesi kappingini fingu Føroyar bæði gull og silvur. Ein framúr byrjan hjá okkara svimjarum. Jersey fekk bronsu í hesari kappingini. Onnur kapping í kvøld var 400 metrar blandað hjá kvinnum, og her vann Sára Ryggshamar Nysted sannførandi gull, og Vár Eidesgaard bleiv nummar trý og vann bronsu. Á øðrum plássi var ein svimjari úr Cayman oyggjunum. Fimm føroyingar vóru millum teir umleið 60 menninar, sum seinnapartin kappaðust í krevjandi fjallasúkklingini á Oyggjaleikunum á Jersey. Ein av teimum var Helgi Winther Olsen, sum fekk bronsu í hesari greinini á Bermuda fyri tveimum árum síðani. Í dag rakk avrikið hjá Helga til eitt 12. pláss av teimum umleið 60 monnunum, sum kappaðust, og hann var tann fremsti av føroyingunum. Kortini var hann hampiliga nøgdur, tí nógvi hitin gjørdi, at súkklingin í dag bleiv óvanliga krevjandi. Hinir føroyingarnir í kappingini vóru Jógvan Højgaard, Sigmund Olsson, Hilmar Hansen og Kári Brattaberg. Kappingin fór fram á vestursíðuni av Jersey, og teir súkklaðu tilsamans 33 kilometrar í óvanliga krevjandi lendi. Guðmundur Joensen, sum vann silvur í triathlon á Bermuda fyri tveimum árum síðani, hevur vant hart til hesar Oyggjaleikirnar, og málið var avgjørt, at koma upp aftur á pallin á Jersey og fáa heiðursmerki. Men hetta miseydnaðist fullkomiliga, tí tað hendi eitt óhapp sum gjørdi, at hann noyddist at gevast. Sølvi Winther Olsen hevur verið fastur oyggjaleikalækni hjá føroyingum í mong ár. Hann er ikki við hesaferð, og nú er læknin Katrin Rubek Nielsen. Hon hevur havt nakrar uppgávur í sambandi við læknagerningin hesar fyrstu dagarnar, síðani føroyska ferðalagið kom til Jersey. Nú v eðurmenninir siga frá nógvum hita á Jersey í morgin, omanfyri 30 stig, hevur Katrin gjørt nógv burtur úr at vegleiða fólk. Føroysku svimjararnir løgdu hart út í fyrstu kappingini á oyggjaleikunum. Tey svumu seg til heili 12 heiðursmerki, trý gull, fýra silvur og fimm bronsu. Pál Joensen legði hart út og vann gull í fyrstu kappingini, sum var 1.500 metrar frí, og her vann Leivur Mortensen eisini greitt silvur. Síðani kom Sára R. Nysted og skúgva alla mótstøðu vekk í hørðu svimjigreinini, 400 metrar blandað, har hon bæði vann og setti føroyskt met. Í tíðindaskrivi sigur Norðoya Sambandsfelag, eftir at hava viðgjørt støðuna, og eftir at hava lisið niðustøðuna hjá Hans Gammeltoft Hansen, at Kaj Leo Holm Johannesen hevur fullan stuðul frá felagnum sum formaður floksins. Felagið sigur í tíðindaskrivi, at Niðurstøðan hjá Gammeltoft er, at alt, sum løgmaður gjørdi í málinum, var heimilað og at løgmaður ikki hevur misrøkt sína eftirlitskyldu. Løgmaður hevur ásannað at hann tók munnin ov fullan, tá hann eftir áhaldandi provokatión frá andstøðuni segði, at hann slettis ongan lut átti í avtaluni, skrivar felagið. Tað er eingin ivi um at tað er løgtingið sum hevur eftirlit við landsstýrinum og tí er tað upp til løgtingið at taka avgerð um hvørjar fylgir tað skal hava fyri løgmann, stendur í tíðindaskrivinum. Eisini skrivar felagið, at tey harmast um ósakligu viðgerðina av frágreiðingini har niðurstøðan er at allar ákærurnar sum øsingin í miðlunum og á tinginum bygdu á einki hald høvdu í veruleikanum. Tað er ósemja í Sambandsflokkinum um formannin. Tí fimm fyrrverðandi nevndarlimir í Føroya Væl valfelagnum hjá Sambandsflokkinum í Havn hava sent starvsnevnd Sambandsfloksins bræv, har heitt verður á nevndina um at biðja formannin leggja frá sær. Frammanundan hevur verið ivasamt, um Grikkaland yvirhøvur fór at megna at finna tær 11 milliardirnar, sum IMF hevur krav um, eydnast tað ikki Grikkalandi at fáa eina avtalu við kreditorarnar, sum eru IMF, ES og Evropeiski Miðbankin. Tann semjan tóktist at fara fyri skjeyti, tá partarnir fóru hvør til sítt um vikuskiftið, uttan at vera komin nærri einari avtalu. Grisku bankarnir lótu ikki uppí gjár, og hava stongt til 6. juli. Í Grikkalandi er nú mark sett fyri, hvussu nógvan pening grikkar kunnu taka út úr peningaautomatum um dagin. Fólk kunnu taka út 60 evrur, umleið 450 krónur, hvørt samdøgur. Danskir pengar í ein grønlendskan ráevnisgrunn, serligan ráðharra fyri ríkisfelagsskapin, og lógírnar um málsøkini, sum Danmark varðar av í Grønlandi, skulu dagførast. Grønlendsku fólkatingskvinnurnar hava givið nýggja danska forsætisráðharranum, Lars Løkke Rasmussen, síni ynski, nú nýggj stjórn er skipað í Danmark, skrivar KNR. Aleqa Hammond, fólkatingskvinna, sigur við KNR, grønlendska kringvarpið, at endamálið við grunninum er eisini at fáa danskar íløgur í Grønlandi til frama fyri ríkisfelagsskapin. Siumut vil eisini hava kannað pengarenslið millum Danmark og Grønland fyri at vita, hvussu nógv Danmark fær aftur av heildarveitingini, millum annað danskar fyritøkur, sum arbeiða í Grønlandi. Siumut vil eisini hava Danmark at taka á seg størri ábyrgd sum arktisk tjóð og, at Danmark í størri mun hjálpir grønlendingum, sum koma illa fyri í Danmark. Aaja Chemnitz Larsen í IA vildi hava forsætisráðharran at tilnevna ein ráðharra fyri Arktis og ríkisfelagsskapin. Slíkur ráðharri er tó ikki við í nýggju donsku stjórnini. IA vil eisini sleppa fram at samráðingarborðinum, tá danska fíggjarlógin verður gjørd. Og Danmark eigur at síggja til, at lógir um donsk málsøki í Grønlandi verða dagførdar. Sambært henni er yvirskipaða vísitalið, sum Hagstovan nevnir samanvigaða vísitalið, hækkað úr 18 í januar í ár upp í 23. Men tað var 37 í juni í fjør. Samanborið við januar í ár eru vísitølini fyri tilfeingisvinnur og annan ídnað og tænastuvinnur hækkað, men vísitølini fyri byggivinnu og handilsvinnu eru lækkað. Vanlig fólk og vinnulívsfólk verða spurd, hvussu tey meta um støðuna, og síðani verður konjunkturbarometrið gjørt eftir tí, sum tey spurdu svara. Konjunkturbarometrið fyri juni 2015 stuðlar undir onnur hagtøl, sum í hálvtannað ár hava givið eina greiða mynd av búskaparligari framgongd í Føroyum, skrivar Hagstovan á sínari heimasíðu. Eitt hernaðarflogfar er dottið niður í sethús og gistingarhús í Indonesia. Í minsta lagi 20 fólk eru deyð, siga indonesiskir mynduleikar, sambært Wall Street Journal. Greinin heldur fram niðanfyri. Flogfarið datt niður í býnum Medan har norði í landinum. Flogfarið datt niður í einum nýggjum grannalagi í býnum. Fleiri hundrað bjargingarfólk leita eftir fólki í niðurrapaðu bygningum. Talan er um eitt flutningsflogfar, ið var á veg úr Medan til oynna Netuna. Flogfarið datt niður tveir minuttir eftir fráferð, skrivar tíðindastovan, Ritzau. 4.000 krónur meira eftir, tá skatturin er goldin. Tað er munurin á einari mánaðarløn upp á 25.000 krónur í Føroyum og Noregi. Er lønin 33.333 krónur skal tann, sum arbeiðir í Føroyum, rinda 4.761 krónur meira í skatti og øðrum avgjøldum, hevur Arbeiðsgevarafelagið roknað út eftir skattalógunum, sum vóru í 2013. Føroyingar, sum arbeiða í Noregi, rinda skatt har. Tí er neyðugt at lækka lønarskattin í Føroyum, sigur Føroya arbeiðsgevarafelag, tí annars kappast Føroyar ikki á jøvnum føti við Noreg um arbeiðsmegina. Føroya arbeiðsgevarafelag hevur sett ein arbeiðsbólk at gera uppskot um, hvussu føroyska skattaskipanin eigur at verða tillagað. Arbeiðið er komið væl áleiðis, og felagið roknar við, at frágreiðing verður løgd fram í næstum. Eftir fínteljingina er Tjóðveldi framvegis størsti flokkurin. Tjóðveldi fekk 5.718 atkvøður. Javnaðarflokkurin fekk 5.670 og Sambandsflokkurin 5.496 atkvøður. Munurin millum teir báðar flokkarnir gjørdist átta atkvøður størri enn hann var valkvøldið, tí Sambandsflokkurin misti fýra atkvøður og Javnaðarflokkurin fekk fýra afturat, so 174 atkvøður gjørdu, at Sjúrður Skaale varð valdur í Fólkatingið og ikki Edmund Joensen. Men munurin millum Tjóðveldi og Javnaðarflokkin er upp aftur minni, hann er bara 48 atkvøður. Valkvøldið var hann 64 atkvøður. Nýtt Sjálvstýri misti tríggjar atkvøður í fínteljingini og endaði á 400, Framsókn misti fimm og endaði á 744. Fínteljingin broytti einki hjá Miðflokkinum, sum fekk 605 atkvøður og Uttanflokkalistin fekk tvær atkvøður afturat og endaði á 347 atkvøðum. Rættin at ráða í egnum landi við egnari grundlóg, og rættin at umsita uttanríkispolitik. Tað vóru millum høvuðsmálini, sum Tjóðveldi setti fram á tveimum fundum við Lars Løkke Rasmussen á Christiansborg herfyri. Lars Løkke Rasmussen hevði fundir við umboð fyri allar flokkar á fólkatingi eisini umboðini úr Føroyum og Grønlandi tá hann fór undir royndirnar at skipa stjórn. Hálvu milliónina brúkti Tvøroyrar kommuna eftir eina oljudálking á Trongisvágsfirði 25.september í 2013. Tað eydnaðist ikki politinum at staðfesta, hvaðani oljan kom, sum lak á sjógv. Talan var um trý skip, Smyril og tvey útlendsk skip, sum vóru undir illgruna fyri at hava likið oljuna. Men hóast royndir vóru tiknar av oljuni hjá skipunum at samanbera við roynd av oljuni á sjónum, varð syndarin ikki funnin. Býráðið á Tvøroyri hevur tó ikki slept vónini um at fáa pengarnar aftur, sum tað kostaði at taka oljuna upp. Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, sigur, at advokaturin hjá kommununum kannar nú, hvat kommunan kann gera. Hann hevur millum annað biðið um innlit í skjølini, sum myndugleikar hava um málið. Borgarstjórin sigur, at kommunan hevur ein dóm, sum sigur, at Krambatangi er landshavn. Tí vendi býráðið sær til Landsverk við rokningini, men Landsverk vil ikki gjalda. Eitt innslag verður frá landsvegssúkklingini verður at síggja í Degi og viku í kvøld, og tað kemur eisini á heimasíðuna hjá Kringvarpinum. Danskir pengar í ein grønlendskan ráevnisgrunn, serligan ráðharra fyri ríkisfelagsskapin, og lógírnar um málsøkini, sum Danmark varðar av í Grønlandi, skulu dagførast. Grønlendsku fólkatingskvinnurnar hava givið nýggja danska forsætisráðharranum, Lars Løkke Rasmussen, síni ynski, nú nýggj stjórn er skipað í Danmark, skrivar KNR, grønlendska kringvarpið. Siumut vil hava Danmark at seta pengar í ein grønlendskan ráevnisgrunn, sum eisini skal fíggja undirstøðukervið í Grønlandi. Aleqa Hammond, fólkatingskvinna, sigur við KNR, grønlendska kringvarpið, at endamálið við grunninum er eisini at fáa danskar íløgur í Grønlandi til frama fyri ríkisfelagsskapin. IA tekur undir við hesum uppskotinum um at fáa danir, bæði statin og privatar fyritøkur, at gera íløgur í Grønlandi. Siumut vil eisini hava kannað pengarenslið millum Danmark og Grønland fyri at vita, hvussu nógv Danmark fær aftur av heildarveitingini, millum annað danskar fyritøkur, sum arbeiða í Grønlandi. Og Siumut vil eisini hava Danmark at taka á seg størri ábyrgd sum arktisk tjóð og, at Danmark í størri mun hjálpir grønlendingum, sum koma illa fyri í Danmark. Aaja Chemnitz Larsen í IA vildi hava forsætisráðharran at tilnevna ein ráðharra fyri Arktis og ríkisfelagsskapin. Slíkur ráðharri er tó ikki við í nýggju donsku stjórnini. IA vil eisini sleppa fram at samráðingarborðinum, tá danska fíggjarlógin verður gjørd. Og Danmark eigur at síggja til, at lógir um donsk málsøki í Grønlandi verða dagførdar. Síðani Minningardagin í fjør er eingin deyður sambært skrásetingunum hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd. Í 2014 doyðu fýra í ferðsluni, ein kvinna og tríggir menn. Verður samanborið við okkara grannalond seinastu árini, eru flest deyð í ferðsluni í Føroyum í mun til fólkatalið. Í Danmark, Noregi og Svøríki eru umleið 3 3,7 deyð seinastu árini fyri hvørjar 100.000 íbúgvar. Hjá okkum er talið fyri 2014 gott 8 deyð fyri hvørji 100.000. Higartil eru 281 føroyingar deyðir á føroysku vegunum. Tíðliga sunnumorgunin fara sjálvboðin, teirra millum limir í felagnum Føroya Ellisakfør, runt at leggja blómutyssi út, har ferðsluvanlukkur, sum hava kravt mannalív, hendu. Í kirkjum og samkomum verður evnið stundum tikið upp hendan dag. Ráðið fyri Ferðslutrygd, fyritøkur og einstaklingar stuðla tiltakið. Tað var Ingi Gunnarsson, sum fyrstu ferð í 2000 tók stig til at leggja út blómutyssi fyri á stillføran hátt at minnast tey, ið lótu lív á føroysku vegunum. Hann samskipar framhaldandi tiltakið í samstarvi við sjálvbodna arbeiðsmegi. Tað er niðurstøða á tiltakinum Koma norðurlond at yvirliva ES , ið varð hildið á Gotlandi í gjár, har Annika Olsen, norðurlendskur samstarvsráðharri, umboðaði Føroyar. Saman við henni vóru umboð úr Álandi, Grønlandi og svensku stjórnini. Londini eru samd um, at norðurlendska samstarvið hevur avbjóðingar í mun til ES. Fundarluttakararnir eru kortini á einum máli um, at ES eigur í størri mun at hyggja norðureftir. Heldur enn at lima Føroyar í ES, skulu vit virka fyri einum nýggjum sáttmála við ES, sigur Annika Olsen, norðurlendskur samstarvsráðharri. Eftir gullið í einkultstarti fyrsta dagin á Oyggjaleikunum, var spenningurin millum føroyingarnar stórur, um tað í dag fór at eydnast súkklaranum Torkili Veyhe at fáa enn eitt gullheiðursmerki. Torkil var í oddinum alla tíðina, og tey seinastu umførini vóru teir fimm mans í einum bólki væl undan hinum. Tað var ógviliga javnt í sjálvum endaspurtinum, men tá avtornaði, kom ein ungur maður úr Saarema fyrst á mál og fekk gullið, Isle of Man fekk silvur og Torkil Veyhe fekk bronsuna. Hitin var ógviliga nógvur at súkkla í dag. Føroyingarnir vóru fimm tilsamans. Hinir vóru Gunnar Dahl Olsen, Bogi Kristiansen, Dávur Magnussen og Jóanis Albert Nielsen. Longu í fyrsta umfarinum fekk Bogi eitt teknistk óhapp við súkkluni og noyddist at gevast. Eins og á Oyggjaleikunum fyri tveimum árum síðani, stóð kappingin um gullið millum Marius Joensen úr Føroyum og Lennart kerblom úr Álandi. Aftur hesaferð vann Marius. Hann rakti 14 av 16 dúgvum. Álendingurin rakti 13 dúgvur. Formaðurin fyri ES kommissiónini, Jean Claude Juncker, hevur í telefonsamrøðu við grikska forsætisráðharran, Alexis Tsipras, tosað um avtalu, sum kann gerast nú evsta mark er um at verða farið hjá Grikkalandi at rinda kreditorunum miljardalánið aftur. Tað sigur aðaltalsmaðurin hjá ES kommissiónini, Margaritis Schinas. Hann leggur aftrat, at tað var Tsipras, sum ringdi til Juncker fyri at tosa um álvarsligu kreppuna, sum er íkomin, nú fleiri miseydnaðar royndir eru gjørdar at loysa griksku skuldarkreppuna. Sambært aðaltalsmanninum segði Juncker, at Grikkaland skal góðtaka seinasta tilboðið, sum lá á samráðingarborðinum, tá samtalurnar slitnaðu um vikuskiftið. Grikska stjórnin skal eisini føra valstríð, sum skal fáa fólk á fólkaatkvøðuni sunnudagin at atkvøða fyri krøvunum hjá altjóða kreditorunum til Grikkaland um nýskipanir og sparingar, og afturfyri fær landið fleiri pengar. ES kommissiónin er harumframt tilreiðar at fylgja umfatandi avtalu við griksku stjórnina um 35 milliardir evur í búskaparligari innspræning frá strukturgrunnum í ES, hvørs endamál er at skapa arbeiðspláss og vøkstur í Grikkalandi. Juncker segði, sambært aðal talsmanninum hjá Tsipras, at skal umfatandi avtala, sum henda, gerast veruleiki, skal hann hava svar frá Grikkalandi innan midnátt í kvøld. Fyribils hava vit einki frætt, og tíðin rennur undan skjótt, sigur Margaritis Schinas. Hann leggur aftrat, at samband er støðugt millum ES kommissiónina og griksku stjórnina um eina loysn í evstu løtu á griksku skuldarkreppuni. Í kvøld klokkan 24 miðevropiska tíð er møguleikin farin, staðfestir Merkel, og leggur dent á, at hon ikki veit um onnur uppskot. Men dyrnar eru opnar fyri fyri dialogi við Grikkaland, sigur hon. Landsroyndirnar hava verið í lærugreinunum føroyskt, støddfrøði og náttúru og tøkni. Næmingarnir í 6. flokki, sum vóru til landsroynd í ár, hava allir roynt hetta áður í 4. flokki, og hava tí ítøkiligar royndir í at fara til landsroynd. Mentamálaráðið leggur dent á í frágreiðingini, at landsroyndir ikki siga alt um førleikan hjá næmingunum. Royndirnar kunnu tó geva ábending um, hvussu støðan er. Úrslitið skal nýtast sum partur av samlaðu eftirmetingini í skúlunum og hjá myndugleikum í sambandi við innihald, háttalag og annað til tess at betra um undirvísingardygdina og úrtøkuna hjá næminginum. Marius Joensen vann somu kapping á oyggjaleikunum fyri tveimum árum síðani, og hitt gullmerkið á hesum leikunum vann hann saman við Sámali Debes í liðkappingini í skeet. Føroyar hildu seg eisini eiga eina bronsu, men tíverri bleiv bróðurin hjá Páli, Eyðbjørn Joensen, sum kom á mál á triðja plássi, kolldømdur. Varastatsadvokaturin skrivar í brævi til advokatin hjá løgmanni og landsstýrismanninum, at ikki kann væntast, at fleiri kanningar fara at klárleggja viðurskifti, sum kunnu hava við sær, at ákæra verður reist. Aksel Poulsen og Niclas Eysturoy taptu hálvfinaluni í tvímansleiki fyri einum pari úr Menorca, teir skulu tí spæla um bronsuna móti Jersey. 20 ára gamli Hallur Simonsen úr Hoyvík vann í kvøld eitt sannførandi silvurheiðursmerki í klingruvarpi á Oyggjaleikunum. Hann var á fjórða plássið áðrenn seinasta kast, og tað bleiv so mikið gott, at hann ongantíð hevur kastað so langt fyrr. Lærumeistarin Heri Ziska, ið sjálvur hevur vunnið nógv heiðursmerki á Oyggjaleikunum, er stoltur av lærlinginum. Heri sigur, at Hallur hevur góð evni at kasta, og nú verða nýggj mál sett. Í løtuni stendur Grikkaland púra einasamalt. Hetta er fyrstu ferð í fimm ár, at Grikkaland onga lánsavtalu hevur og onga hjálp og búskaparligan stuðul fær frá øðrum pørtum í evruøkinum. Á middnátt í nátt fór evstamarkið at rinda 1,5 miljard evrur, sum landið skyldar altjóða gjaldoyragrunnin, IMF, í avdrátti og rentum. IMF váttaði, stutt eftir midnátt, at Grikkaland ikki hevur hildið lánsavtaluna. Vit hava kunnað nevndina um, at Grikkaland nú er í eftirstøðu og bert kann fáa IMF fígging, tá eftirstøðan er burtur, sigur IMF talsmaðurin, Gerry Rice í fráboðan. Hann váttar eisini, at Gikkaland ígjár bað um longri freist til at rinda avdragið. Og tað fer nevndin í IMF at taka støðu til, tá rætta løtan er, sigur Rice. Sostatt verður Grikkaland fyrsta landið síðani Zimbabwe í 2001 ikki helt lánsavtaluna við IMF, og fyrsta framkomna land nakrantíð. Bara tvey lond umframt Simbabvi og Grikkaland hava ikki hildið lánsavtalu við IMF, Somalia og Cuba. Týskland er tað landið, sum hevur lánt Grikkalandi flest pengar. Angela Merkel, týskur samveldiskanslari, sigur, at Týskland vil ikki samráðast um nýggja skuldaravtalu við Grikkaland, fyrr enn eftir fólkaatkvøðuna sunnudagin um spari og nýskipanarpakkan, sum kreditorarnir vilja hava Grikkaland at góðtaka. Tað sum nú fer at henda víðari, veldst um, hvussu strangir kreditorarnir fara at verða. Fíggjarmálaráðharrarnir í evrulondunum eru bodnir á fund í Bruxelles at tosa um grikska trupulleikan, skrivar Ritsau. Løgtingið hevur fingið landsroknskapin fyri 2014. Sambært fíggjarlógini vóru 282 milliónir krónur settar av til íløgur í fjør. Harafturat var loyvt at brúka 184 milliónir, sum vóru játtaðar til íløgur onnur ár, men ikki vóru brúktar tá. Orsøkin til, at hallið hjá landskassanum í fjør gjørdist 25,3 prosent minni enn mett í fíggjarlógini, var tann, at rakstrarútreiðslurnar vórðu hildnar á sama stigi sum fíggjarlógin, samstundis vóru inntøkurnar størri enn mett, sigur Fíggjarmálaráðið. Skipanin fór at virka í gjár. Mett verður, at okkurt um 12.000 innkallingar verða avgreiddar umvegis Mínboks árliga, skrivar Landssjúkrahúsið á Facebook. Greinin heldur fram niðanfyri. Frá í dag av verða allar innkallingar frá Røntgendeildini á Landssjúkrahúsinum sendar borgarum umvegis Mínboks. Hetta Mínboks virkar soleiðis, at eitt p tal er knýtt at brævinum sum fer í Mínboks. Skipanin avlesur talið og sendur tað í innbakkan hjá borgaranum. Borgarin fær síðani ein teldupost um, at bræv er komið í Mínboks. Um borgarin ikki lesur brævið innan tveir dagar, fær hann ein teldupostpost við eini áminning. Hetta sigur Magnus Jespersen, stjóri á Delta Seafood, við in.fo. Avtala er gjørd við Varðan Pelagic um at keypa gomlu landingarmiðstøðina frá Delta Seafood, sum so byggir nýtt á havnalagnum. Varðin Pelagic hevur leingi havt áhuga í bygninginum hjá Delta Seafood, og tí er talan um eina góða avtalu fyri Varðan Pelagic, sigur Bogi Jacobsen, stjóri á Varðanum Pelagic. Nes kommuna fyrireikar bygging av leiguíbúðum á Toftum. Íbúðirnar verða bygdar á Kneysum á Toftum norðanfyri sambýlið Vesturskin. Íbúðirnar liggja væl fyri, beint omanfyri Oyrarnar, við góðum útsýni millum annað yvir havnalagið og bátahavnina, skrivar Nes Kommuna. Kommunan hevur seinastu tvey árini havt fundir og samskift við Bústaðir við tí endamáli at fáa Bústaðir at byggja leiguíbúðir í Nes kommunu. Á bygdarráðsfundum 22. juni varð samtykt, at Vinnunevndin í Nes kommunu fekk heimild at arbeiða víðari við hesi ætlan saman við Bústaðir. Vinnunevndin hjá Nes Kommunu fer eftir summarfrítíðina at leggja fram uppskot um, hvussu ætlanin kann fremjast herundir fíggjarliga partin hjá Nes kommunu í samband við grundøki og byggibúgving. Stívliga 500 fólk eru spurd um egin peningalig viðurskifti og búskapin sum heild nú og í framtíðini. Brúkaravísitalið er støðugt hækkað úr minus 29 stigum í juni 2008 upp í 12 stig nú í juni 2015. Tað var eisini 12 í januar í ár. Við ávísum varsemi kann sigast, at brúkarin heldur nøkunlunda tað sama egin fíggjarlig viðurskifti og búskaparstøðu landins samanborið við januar. Ein minni meiriluti enn í januar heldur nú, at arbeiðsloysið verður minni um eitt ár enn nú. Ein størri partur nú enn í januar væntar at hava fleiri pengar til uppsparing næsta árið, skrivar Hagstovan. Ikki eru nógvar sluppur eftir í Føroyum, og tískil hevur tiltakið til endamál at vísa, hvussu føroyingar fyrr í tíðini vælbjargaðu sær. Tú kennist helst við tað tú hevur verið og svomið, og tá tú ert komin uppaftur úr hylinum, svíður tað í eygunum, sum eisini verða reyð aftaná. Hjá onkrum svíður minni, hjá øðrum meira. Nú er greitt, hví tað svíður í eygunum hjá fólki, sum hava verið ein túr í svimjihøllini. Og nei, tað er ikki av klorinum, tú fært ilt í eyguni av, men nakað, ið er meira ótespiligt. Orsøkin, til at tú fært ilt í eyguni, er piss og sveitti, sum eru í svimjihyljum, er niðurstøðan sambært nýggjari gransking hjá amerikonsku heilsumyngugleikunum, Centers for Disease Control and Prevention. Tað er piss og sveitti frá fólki, ið gera, at tað svíður so illa, sambært granskingini. Klor í so smáum nøgdum er ikki nóg mikið til, at tað skal svíða so illa, sambært granskingini. Harumframt er luftgóðskan sum heild eisini vánalig í svimjihallum. Tað ger eisini alt enn verri, tá luftin í svimjihallum ikki verður skift út í nóg stóran mun. Loysnin er at fáa fólk at vaska sær betri, fyri at minka um piss og sveitta í svimjihyljum, staðfestir granskingin hjá Centers for Disease Control and Prevention. Kári Sólstein hevur tosað við Petur Steingrund, um fiskidagar, tosk, óljóð, náttúruviðurskifti, friðing og havrannsóknarskipið Magnus Heinason. Í hesum 12. parti hoyra vit um, tá rúmdarferðirnar byrja. Søguliga hava einfaldar rakettir verið brúktar sum fýrverk og sum dvápn í fleiri hundrað ár. Serliga tveir undangongumenn í nútíðar rakettvísindum verða nevndir, russarin Tsiolkovski, sum skrivar stórverkið Um rúmdargransking við reaktiónsmotorum og amerikanarin Goddard, sum sendir upp heimsins fyrstu rakett við flótandi brennievni. Oberth og von Braun skriva seg eisini í søgubøkurnar sum undangongumenn í rakettmálum. Týskarar menna V2 rakettina, sum er upprunin til allar nútíðar rakettir. Vit hoyra um, hvussu russar taka heimin á bóli við Sputnik 1. Hvussu amerikanarar eftir sputnikhvøkkin leggja seg á odda í rúmdargranskingini, og hvussu tað eydnast teimum í 1969 at senda tveir menn upp á mánan. Vit hoyra eisini um baksýnisgeislingina, sum ger tað møguligt at mála eftirglóðina frá Big Bang. Tað eru teir báðir Penzias og Wilson, sum mála hesa geislaleivd í 1964. Í sambandi við sólarmyrkingina, ið er 20. mars í 2015, senda vit bókina Rúmdin almenn stjørnufrøði, sum Pól Jespersen hevur skrivað. Nám gav bókina út í 2012. Pól Jespersen lesur sjálvur og tillagar tekstin til upplestur. Ávíst verður, at úr allari rúmdini streymar ein fullkomiliga jøvn elligomul geislaleivd, sum seinni ger tað møguligt hjá granskarum at seta aldur á alheimin og eisini at meta um, hvussu stórur alheimurin er. Víðari kanningar vístu ein flatan alheim, sum víðkast í allar ævir. Men granskarar og vísindafólk kanna áhaldandi øll sjónarmið og ástøði um, hvussu alheimurin veruliga er. Vit hoyra um Guth og Linde og serliga inflatiónsástøði teirra, og hvussu ógvislig víðkanin sjálvt inflatiónstíðarbilið hevur verið. Og at tað kanska kann greina, hví alheimurin nú verður máldur at vera flatur ella næstan flatur . Vit hoyra um tær fýra náttúrukreftirnar Sterku kjarnakraftina, veiku kjarnakraftina, elektromagnetisku kraftina og um tyngdarkraftina. Hesar hava allar sínar serstøku eginleikar, men hildið verður, at tær hava allar verið ein frumkraft tá Big Bang var fyri 13,7 milliardir árum síðan. Tað, at Big Bang ástøðið er frægasta ástøðið, granskarar higartil eru komnir fram til og ásamt um, merkir ikki, at heimurin er soleiðis í veruleikanum. Tí enn er nógv eftir at fáa skil á, eitt nú ymiskt sum átti at verið til, men sum enn ikki er funnið. Eitt nú hesin serligi partikkulin, sum hevur givið øllum øðrum partiklum nøgd er hann til ella ikki Higgspartikkulin er nevndur eftir Peter Higgs, sum fyrstur kom við forsøgnini um hann. Í sambandi við sólarmyrkingina, ið er 20. mars í 2015, senda vit bókina Rúmdin almenn stjørnufrøði, sum Pól Jespersen hevur skrivað. Nám gav bókina út í 2012.Pól Jespersen lesur sjálvur og tillagar tekstin til upplestur. Ta einu ferðina dansaðu vit til klokkan 10 sunnumorgun, men tá kom mamma eisini eftir mær í dansinum og helt fyri, at nú var nóg nógv dansað. Í seinnapartssendingini, Ferðaliðið, fortaldi hon millum annað, hvussu tað var at vaksa upp í Vestmanna, hvussu ungdómurin stuttleikaði sær og um lívið sum pensjónistur í Vestmanna. Í hesum 14. parti hoyra vit um, at meginparturin av tilfarinum í alheiminum sæst ikki. Fritz Zwicky var fyrstur at vísa á, at rúmdin hevur í sær tilfar, sum ikki sæst. Verða ástøðini fyri alheimin borin saman við eygleiðingar, er úrslitið, at vanligt tilfar er 4,6 og 22,8 er myrkt tilfar, tað er tilfar, sum ikki sæst. Tað kom óvart á granskarar, tá Chandra rúmdarfarið hjá NASA máldi røntgengeisling úr tóma og myrka rúminum ímillum stjørnubreytirnar í stóra Abell 1689 bólkinum. Fjarstøðurnar eru ørandi stórar, og hóast tað við nútíðar tøkni ber til at eygleiða fjarar himmalknøttir, eru teir so langt burtur, og ljósið hevur verið á veg so leingi, at tað er sum at hyggja langt aftur í tíðina. Tí vit síggja bara fortíð, og tíðin er eitt tvørligt hugtak. Er til dømis tyngdarfeltið sterkt í einum øki, gongur tíðin eisini seinni. Hesar margháttligu eygleiðaratreytirnar verða umrøddar og somuleiðis truplu støddarviðurskiftini í rúmdini. Okkara heimsmynd verður viðgjørd. Einaferð hildu fólk, at jørðin var heimsins miðdepil, men hon er bara sum lítið fon í endaleysu rúmdini. Vit royna at skilja støðu okkara í rúmdini, hóast nógv enn er eftir at kanna. Okkara sól er ein av stjørnunum í vetrarbreytini. Og hon er ikki ein friðarlig stjørna. Á sólini henda so ógvislig gos, at vit illa kunnu ímynda okkum tey. Tíbetur eru vit uttarlaga í lofthavinum um sólina. Sólin hevur helst størri ávirkan á viðurskiftini her á jørðini, enn vit higartil hava gjørt okkum greitt. Vit hoyra um vetrarbreytina og aðrar breytir, bólkar av breytum og um stórbólkar av stjørnubreytarbólkum. Í sambandi við sólarmyrkingina, ið er 20. mars í 2015, senda vit bókina Rúmdin almenn stjørnufrøði, sum Pól Jespersen hevur skrivað. Nám gav bókina út í 2012. Pól Jespersen lesur sjálvur og tillagar tekstin til upplestur. Serbin Milankovic greinaði, hvørjar stjørnufrøðiligu orsakirnar eru til ístíðir. Jørðin gongur um sólina í einari ellipsu, men ellipsan broytir skap. Fyrst er hon næstan cirkulrund, men verður so avlangari og nærkast so aftur sirkulrunda skapinum. Periodan í hesi broyting er knappliga 100.000 ár. Vit hoyra um Agassiz, Adh mar, Croll og at enda um Milankovic, sum mennir eitt ástøði til at gera forsagnir um veðurlagið á jørðini. Milankovic gevur út úrslitið av arbeiði sínum viðvíkjandi natúrligum stjørnufrøðiligum ávirkanum á veðrið á jørðini, og øðrum himmalknøttum við. Hann staðfestir, at ikki bara broytingar í skapinum á ringrásini hava ávirkan á veðurlagið. Pólagongdin precession og broytt áshall obliquity gera eisini sítt. Milankovic roknar ymsu ávirkanirnar milliónir ár aftur í tíðina. Um nøkur tíggjutalstúsund ár kann aftur væntast ein ístíð á jørðini. Í sambandi við sólarmyrkingina, ið er 20. mars í 2015, senda vit bókina Rúmdin almenn stjørnufrøði, sum Pól Jespersen hevur skrivað. Nám gav bókina út í 2012. Pól Jespersen lesur sjálvur og tillagar tekstin til upplestur. Í hesum 16. parti hoyra vit um, hvussu gamalt lívið á jørðini er, og hvussu tað hevur lagað seg til ógvuliga umskiftiligar jarðfrøðiligar umstøður. Greitt verður frá enska náttúrugranskaranum Darwin og ástøði hansara, sum hevur tolt tíðarinnar tonn. Sagt verður frá jarðfrøðisøguni og frá, hvussu lívmenningin á jørðini kann hava verið. Jørðin varð til fyri 4,5 milliardir árum síðan. Tá var hon ein reyðgløðandi knøttur av flótandi metalum og gróti og hevði ikki fasta ýtu. So kólnaði jørðin, og ýtan stadnaði. Gosvirksemi gav jørðini lofthav og høv. Í Grønlandi er funnið gamalt grót, sum helst er elsta fasta tilfarið, sum ber til at fáa hendur á á jørðini. 3760 millónir ára gamalt er tað. Grótið er myrkt á liti av kolevni, sum stavar frá verum, sum livdu í frumhavinum. Vit hoyra um ógvisligar samanbrestir, sum hava oytt so siga alt lív á jørðini. Kortini hevur jarðarlívið spakuliga ment seg aftur, tá ein tíð er fráliðin. Seinasti stóri bresturin var fyri 65 milliónir árum síðan, tá allir dinosauranir doyðu út, og fleiri onnur sløg eisini. Hesin stóri meteoritturin datt niður í Yucatan í Meksikoflógva. Í sambandi við sólarmyrkingina, ið er 20. mars í 2015, senda vit bókina Rúmdin almenn stjørnufrøði, sum Pól Jespersen hevur skrivað. Nám gav bókina út í 2012. Pól Jespersen lesur sjálvur og tillagar tekstin til upplestur. Umrødd verður ein 47 milliónir ára gomul steinrenning av einum súgdýri. Steinrenningin er so væl varðveitt, at til ber at siga, hvat hetta lítla kvenndýrið át sína seinastu máltíð. Dýrið verður nevnt Ida. Steinrenningar av ymsum menniskjasløgum eru funnar til dømis í Afrika. Vit hoyra til dømis um Australopithecus, Homo erctus, Homo sapiens neanderthalensis og um okkara slag, Homo sapiens sapiens, sum fyri um leið 70.000 árum síðan legði leiðina úr Afrika til aðrar heimspartar. Lívsvánirnar hava allar tíðir verið skiftandi. Brádlig skifti hava havt ógvisligar ávirkanir við sær, men lívið hevur altíð ment seg aftur so ella so. Hvussu liviligt tað fer at vera á jørðini hjá menniskjum í komandi tíðum, veldst fyri ein part um okkum sjálv. Men líka so vist sum at jørðin einaferð var gjørd úr gassi og dusti, líka so vist er tað, at jørðin einaferð fer at ganga til grundar sum knøttur. Enn hevur eingin funnið eina aðra jørð, sum líkist okkara. Gongustjørnan Mars verður dúgliga granskað í hesum árum. Staðfest er, at vatn hevur runnið á Mars. Og kanska hava høv eisini verið har í fyrndini. Tí er áhugavert at vita, um lív er ella kann hava verið á Mars. Menniskjan hevur fingið eitt ómettiligt forvitni í vøggugávu. Vit vilja skilja heimin og støðu okkara í honum. Hesi seinastu hundrað árini er vitanin um rúmdina alsamt vaksin. Hvat vísindini fara at avdúka komandi hundrað árini, kann bara tíðin at vísa. Í sambandi við sólarmyrkingina, ið er 20. mars í 2015, senda vit bókina Rúmdin almenn stjørnufrøði, sum Pól Jespersen hevur skrivað. Nám gav bókina út í 2012. Pól Jespersen lesur sjálvur og tillagar tekstin til upplestur. Tær báðar Eir Nolsøe og Rannvá G. Fossaberg frá Ferðaliðnum vóru fyrr í vikuni undir Vestmannabjørgunum saman við útvið 50 ferðafólkum. Hoyr frásøgnina frá túrinum her. Tí hevur býráðið á Tvøroyri nú avgjørt, at fólk í Tvøroyrar kommunu hava fyrsta rætt til tænastur og hentleikar hjá kommununi, tí onnur hava ikki givið sítt íkast sum borgarar og skattgjaldarar. Løgfrøðingurin hjá Kommunufelagnum segði fyri góðum trimum vikum síðani, at kommunur kunnu nokta fólki at brúka tænastur, sum kommunan onga skyldu hevur at veita, tí eingin lóg krevur tað. Men grundgevingin fyri at nokta skal vera saklig, o g limaskapur í eitt nú Sea Shepherd er ikki ein saklig grund fyri at nokta fólki at brúka almenn wc ella svimjihyl. Kommunala eftirlitið sigur eisini, at tað er ikki ein saklig grundgeving at nokta limum í lógligum felasskapum atgongd til kommunalar hentleikar, tí meirilutin í kommunustýrinum er ósamdur við endamálið hjá felagsskapinum. Tvøroyrar býráð noktar ikki longur Sea Shepherd at brúka hentleikar hjá kommununi. Býráðið samtykti einmælt mánadagin at broyta samtyktina frá 22.mai. Tann samtyktin noktar Sea Shepherd atgongd til allar kommunalar hentleikar. Og nú sigur býráðið á Tvøroyri so, at fólk, sum eru skrásett í Tvøroyrar kommunu, hava fyrsta rætt til hentleikarnar hjá kommununi. Er pláss, kunnu onnur enn borgarar í kommununi sleppa fram at hentleikunum, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri. Hin avgerðin, sum býráðið tók tann 22.mai, stendur tó við. Sambært henni skulu øll, sum ætla sær inn á Trongisvágsfjørð, boða havnarmyndugleikanum frá minst 24 tímar frammanundan. Á aðalfundinum hjá IGA, altjóða oyggjaleikanevndini, í gjár varð staðfest, at heldur ikki Menorka er til reiðar at skipa fyri Oyggjaleikunum í 2019. Annars var tað Menorka, sum skuldi hýsa leikunum um fýra ár, eftir at Føroyar boðaðu frá, at vit kortini ikki vóru til reiðar. Petur Elias Petersen, forseti í ÍSF, sigur, at á aðalfundinum í gjár varð boðað frá, at Føroyar framvegis eru inni í myndini at skipa fyri Oyggjaleikunum, og um rætt verður borið at, kann tak verða einaferð í 2020 unum. Nú mugu vit heim at gera tað neyðuga fyrireikingararbeiðið til aðalfundin hjá IGA næsta ár, so vit verða til reiðar, sigur ÍSF forsetin. Johnny í Grótinum er 39 ára gamal og hevur útbúgving sum cand. polit. frá 2003 frá Keypmannahavnar Universiteti umframt leiðsluútbúgving á diplom stigi. Johnny hevur arbeiðs og leiðsluroyndir á strategiskum støði innan fíggjarheimin, millum annað sum landastjóri í Danmark, hjá Bank Nordik og sum stjóri í Lív. Johnny í Grótinum hevur umvegis sínar royndir somuleiðis vitan og kunnleika til fíggjarstýring í størri organisatión innan privata geiran serliga, men kennir almenna geiran frá síni tíð sum formaður í Búskaparráðnum 2005 2006 og sum fulltrúi á Hagstovuni. Fundurin skuldi eisini viðgera formann floksins, men eingin fæst at siga, hvat spurdist burtur úr teirri viðgerðini Støðan í Sambandsflokkinum er ikki broytt eftir fundin hjá veljarafeløgunum í Skálavík í gjárkvøldið. Støðan er framvegis tann, at landsnevnd floksins verður kallað saman í august at viðgera støðuna, nú tað brýtur í bæði borð hjá formanni floksins, Kaj Leo Holm Johannesen. Fyrst tapti flokkurin fólkatingsvalið og nakrar fáar dagar seinni segði Hans Gammeltoft Hansen, kanningarstjóri hjá løgtinginum, at løgmaður hevur brotið lógina um ábyrgd landsstýrismanna, tí hann gav løgtinginum skeivar upplýsingar. Eingin, sum var á fundinum hjá veljarafeløgunum í Skálavík í gjárkvøldið, vil siga nakað um, hvat spurdist burtur úr á fundinum, heldur ikki Eivin Jacobsen, løgtingsmaður, sum røkir sambandið millum tingbólkin og veljarafeløgini. Tað einasta, sum fæst at vita, er, at okkurt verður at frætta seinni. Men tað skilst, at nøkur vilja hava landsnevndina saman sum skjótast at viðgera formannin, onnur kunnu bíða til august. Kaj Leo Holm Johannesen er formaður í landsnevndini hjá Sambandsflokkinum, og eftir ein fund millum tingfólk og landsstýrisfólk floksins í síðstu viku segði Kaj Leo Holm Johannesen, at landsnevndin fær fundarboð í august. Bæði í tingbólkinum og í veljarafeløgunum eru fólk, sum halda, at Kaj Leo Holm Johannesen skal fara frá sum formaður floksins, og fólk, sum ikki vilja, at hann fer nú. Tey sjey veljarafeløgini og Ungmannafelagið hava fýra fundir um árið. Fundurin, sum var í gjárkvøldið, skuldi vera í apríl, men hann varð útsettur til í gjárkvøldið. Sum skilst vóru øll feløgini uttan felagið í Suðuroynni á fundinum í Skálavík í gjárkvøldið. Prísurin er 12,5 milliónir krónur, og harumframt letur Sunda kommuna Eiðis kommunu ognarpartin hjá Sunda kommunu í Læknahúsinum á Eiði. Avtalað er eisini gjørd um, at næmingar í 8., 9. og 10 flokki av Eiði koma at ganga í nýggja skúlanum Við Streymin næstu 15 árini, og at Eiðis kommuna fyri hesar næmingar. Bræv er sent ES kommissionini, altjóða gjaldoyragruninum og evropiska miðbankanum og vísir beinleiðis til lánsavtaluna, sum ES kommissiónin legði fram á fundinum sunnudagin, seinast tilboðið frá ES kreditorunum. Financial Times skrivar, at Tsipras er sinnaður at góðtaka avtaluna, sum lá á borðinum sunnudagin við nøkrum heilt fáum og smáum broytingum. Leygarnáttina rímdi Tsipras og samráðingarbólkurin úr Brússel fyri at kunngera fólkaatkvøðuna, og Grikkaland setti í verk eftirlit við peningastreyminum og stongdi bankarnar mánadagin. Tsipras skrivar, at hann góðtekur búskaparligu tiltøkini, um ES endurskoðar avtaluna og hevur í huga grikska uppskotið um broytingar og nágreiningar. Tilboðið í grikska uppskotinum er tvey ára bjargingaravtala við bjargingargrunnin í evru økinum, ESM, um at bjarga griksku bankunum, og virðið er 30 miljardir evrur, sum skulu fylgja við endurskipanini av griksku skuldini. Harald Magnus Andreassen í svenska Swed bank sigur, at møguleiki er fyri, at útspælið frá griksku stjórnini kann enda við avtalu longu í dag. Men hann leggur dent á, at evrulondini neyvan taka undir við skuldasanering. Móður og dóttur, Anna og Randi Larsen úr Fuglafirði, umboða Føroyar í strandaflogbólti á Oyggjaleikunum. Føroyska liðið hjá monnum eru sørvingarnir Jóhan Petur á Stongum og Ólavur Jensen. Bæði liðini hava tapt dystirnar higartil, men bæði hava onkran dyst givið hampiliga mótstøðu. Randi Larsen sigur, at um føroyingar ætla at fáa nakað burtur úr strandaflogbóltinum á Oyggjaleikunum, verður neyðugt við einum miðvísum arbeiði, tí sum er hava vit ikki umstøður at íðka hesa ítróttagrein í Føroyum. Sáttmáli er í dag undirskrivaður millum Sunda og Eiðis kommunur, um at at Sunda kommuna keypir partin hjá Eiðis kommunu í felagsskúlanum á Eiði. Eystari Landsrættur feldi í dag dóm, har Mansour skal missa ríkisborgararættin. Harumframt at hann skal í fongsul í fýra ár, fyri at hava mælt til yvirgang. Eisini sigur dómurin, at Mansour skal vísast av landinum, tá hann hevur sitið í fongsli. Ítøkiliga merkir tað allarhelst, at hann sleppur at búgva í Danmark undir tí, ið eitur t lt ophold. 55 ára gamli Mansour hevur búð í Danmark síðan 1984 og fekk danskan ríkisborgararætt í 1988. Hann er upprunaliga úr Marokko, og hevur undir rættarmálinum sagt, at hann stúrdi fyri at verða tikin av døgum, um hann varð útvístur til Marokko. Hetta er aðru ferð, at Mansour er dømdur fyri at hava mælt til yvirgang. Í 2007 varð hann dømdur hálvtfjóðra ár í fongsul fyri at hava mælt til yvirgang, skrivar ritzau. Landsnevndin hjá Sambandsflokkurin fer at hava fund í morgin um støðuna eftir niðurstøðuna hjá Hans Gammeltoft Hansen, kanningarstjóra. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður váttar, at fundurin verður í morgin. Á skránni verður millum annað fólkatingsvalið, komandi løgtingsval og niðurstøðan hjá kanningarstjóranum Hans Gammeltoft Hansen um handfaringina av málinum um Skálafjarðatunnilin. Kaj Leo Holm Johannesen er sjálvur formaður í landsnevndini, harumframt eru millum annað eisini lokalformennirnir í veljarafeløgnum hjá Sambandsflokkinum í landsnevndini, umframt tingmanning og landsstýrisfólk Sambandsfloksins. Lokalfeløgini hjá Sambandsflokkinum høvdu fund í Skálavík í gjárkvøldið, har tey millum annað viðgjørdu støðuna, eftir at ein niðurstøða í frágreiðingini hjá Hans Gammeltoft Hansen var, at løgmaður hevði givið løgtinginum skeivar upplýsingar. Men ongin vil siga nakað um, hvør niðurstøðan á tí fundinum var. Kaj Leo Holm Johannsen hevur ikki hug at gera viðmerkingar í dag. Sára Nysted kom fyrst á mál í 400 frí finaluni, og hon syrgdi tí fyri enn einum gulli til Føroyar.Nummar trý bleiv Vár Eidesgaard, sum vann bronsu. Tíverri fyri Vár steðgaði hon tá í fleiri sekund, tí hon helt, at hon var komin á mál. Vár helt síðani fram, og syrgdi fyri at halda seg á bronsuplássi. 1. Sára Nysted 4.21.27 nýtt juniormet 2. Jemma Atherley Jersey 4.21.43 3. Vár Eidesgaard 4.24.72 Í borðtennis eru kappingarnar allar dagarnar, Oyggjaleikirnir eru á Jersey. Í dag vóru innleiðandi dystir í tvímansleiki, og tað eydnaðist Duritu F. Jensen og Henriettu Nielsen at koma víðari. Frammanundan hava tær báðar eisini leikt seg víðari sum einstaklingar. Hanus Sørensen og Hallur Thorsteinsson eru eisini komnir víðari í tvímansleiki. 20 ára gamli Hanus Bergsson umboðaði í kvøld Føroyar í einari spennandi kapping í spjótkasti á frælsu ítróttabreytini í St. Helier. Eftir trý tey fyrstu køstini, kom Hanus víðari saman við sjey øðrum. Tá av tornaði, endaði Hanus á einum fjórða plássi. Hansara besta kast var 61.96 metrar, og tað var ein metur og tveir sentimetrar frá bronsuni. Køstini eru vorðin longur, tí á Oyggjaleikunum fyri tveimum árum síðani var tað nóg mikið við 55 metrum at fáa bronsuna. Alexander Pascal úr Cayman oyggjunum kastaði 65.03 metrar og vann gullið. Hann vann eisini á Oyggjaleikunum fyri tveimum árum síðani. Jako Lindrop úr Saarema kastaði 63.20 metrar og fekk silvur og Sander Suurhans úr Saarema kastaði 62.98 metrar og fekk bronsuna. Marna Egholm fekk í kvøld uppreisn, eftir óhappið sunnumorgunin í hálvum marathon. Hesaferð rann hon 10.000 metrar fyri Føroyar, og úrslitið varð eitt heiðursmerki úr silvuri. Tíðin hjá henni var 36 48.25 og sostatt tók hon føroyska metið við heili 10 sekundum. Kim Baglietto úr Gibraltar, ið eisini vann hálvt marathon sunnumorgunin, fekk gull við tíðini 36 23.36. Louise Perrio úr Guernsey fekk bronsu. Løgtingið fekk frágreiðingina 23. juni. Niðurstøðan hjá kanningarstjóranum er, at bæði løgmaður og landsstýrismaðurin brutu lógina um ábyrgd landsstýrismanna. Jógvan á Lakjuni, tingformaður, hevur áður sagt, at tingið verður ikki kallað saman fyrr enn umsitingin hjá løgtinginum er komin við tilmæli til formansskapin um, hvat nú skal gerast. Jonhard Klettheyggj, løgtingssstjóri, segði við útvarpið í seinastu viku, at umsitingin hjá løgtinginum skal brúka okkurt um 14 dagar til at gera tilmælið. Í næstan tíggju ár hava londini í fiskivinnusamstarvinum í landnyrðingsatlantshavi, NEAFC, kravt váttan fyri, at fiskurin er fiskaður lógliga, tá skip eru komin inn við frystum fiski. Fyri at forða fyri ólógligum og óskipaðum fiskiskapi hevur NEAFC í skjótt tíggju ár kravt prógv frá myndugleikunum í landinum, har sum skipið er skrásett, fyri, at skipið er lógliga skrásett og hevur kvotu. Harafturat metir havnarmyndugleikin har, sum skipini koma við fiskinum, um alt er í lagi. Hetta hevur, sambært NEAFC, givið sera góð úrslit í stríðnum móti ránsveiðu. Í gjár kom í gildi sama skipan fyri feskan fisk. Í NEAFC eru londini í ES Danmark er við fyri Føroyar og Grønland Ísland, Noreg og Russland. Ætlanin fevnir um 30 íbúðir umframt kjallara og veghædd, har høli skulu vera til millum annað handlar og matstovur. Tað var eitt samt býráð, sum samtykti at góðkenna byggiætlanina fyri Biskupstorg Biskupstorg verður fyrsta byggingin í nýggja miðbýnum í Klaksvík. Eftir býráðsfundin varð sáttmáli undirskrivaður millum Sjálvsognarstovnin undir Kráarbrekku og Byggifelagið Kanjon, sum hevði lægsta tilboðið upp á byggingina. Byggisáttmálin er samanlagt umleið 90 milliónir kr, stendur í tíðindaskrivi frá Klaksvíkar Kommunu. Bústaðir og Klaksvíkar kommuna eru stovnarar av Sjálvsognarstovninum undir Kráarbrekku, sum hevur virkað síðan 1999. Tað er sami sjálvsognarstovnurin, sum nú fer undir at byggja og verður eigari av teimum 30 íbúðunum í miðbýnum í Klaksvík. Avtalað er, at Bústaðir fer at umsita øll leigumálini. Nývalda fólkatingið hevur sín fyrsta fund í dag klokkan 11 00 okkara tíð. Tá fer Bertel Haarder, sum hevur sitið longst í fólkatinginum, at skipa fyri at velja fyribils formann ella forkvinnu. Eisini skulu veljast 21 tingfólk at kanna fólkatingsvalið 18. juni, viðgera møguligar kærur um valið, og síðani gera innstilling um at góðkenna valið og tey valdu. Í morgin klokkan 10 00 okkara tíð fer fólkatingið at atkvøða um tilmælið hjá Udvalget til Prøvelse af Valgene. Síðani verður tingfundurin útsettur, meðan nýggj tingfólk skriva undir, at tey vilja halda grundlógina. Síðani velur fólkatingið formansskapin, Pia Kjærsgaard í danska fólkaflokkinum verður forkvinna í fólkatinginum. Fólkatingssetan byrjar annars fyrsta týsdag í oktober. Í einari yvirlýsing, sum landsstýrið kunngjørdi á enskum í gjár, stendur, at tað er ein misskiljing, at ferðafólk kunnu fáa heilt upp í 25.000 krónur í bót ella enntá tvey ára fongsulsrevsing fyri ikki at boða frá grind. Sambært grindalógini eiga tey, sum síggja grind, fyrst at boða myndugleikunum frá, so teir kunnu avgera, um grindin skal haldast til ella sleppa. Hetta er gjørt fyri at forða fyri, at fólk fara í grind uttan at myndugleikarnir vita av tí og hava givið loyvi. Landsstýrið leggur dent á, at lógargreinin ávirkar ikki ferðafólk. Ferðafólk, sum síggja grind, men ikki boða frá ella rópa grindaboð, verða ikki revsað fyri tað. Tað vil siga, at síggja fólk hjá eitt nú Sea Shepherd eina grind og ikki boða frá, men reka hana út á hav, kunnu tey verða revsað sambært grindalógini. Politiið í Føroyum sendi eisini tíðindaskriv í gjár, tí nógv hava spurt, hvussu politiið brúkar grindalógina. Politiið fylgir neyvt grindalógini, sum løgtingið samtykti. Dómsvaldið avger, hvør revsingin er fyri at bróta lógina. Men bara í einstøkum førum, og tá tyngjandi umstøður eru, kann fongsulsrevsing koma upp á tal. Stutta tíðindaskrivið, sum politiið sendi á føroyskum, donskum og enskum í gjár, er einasta viðmerking, sum fæst haðani um grindalógina. Flestu bankarnir í Grikkalandi eru stongdir. Óttafullir grikkar standa tí nú í longum bíðurøðum uttanfyri bankarnar, í eini roynd at taka út peningin, tey eiga. Greinin heldur fram niðanfyri. Í seinastu viku boðaði stjórnin frá, at bankarnir fyribils stongdu til 6. juli. Tað varð gjørt, so grikkar ikki tóku allan peningin úr bankunum, og tømdu bankarnar. Grikkar skulu um vikuskiftið á fólkaatkvøðu, har teir skulu taka støðu til sonevnda lánipakkan úr ES. Tað verður fyrsta fólkaatkvøðan í landinum í 41 ár. Neyðugt var at leggja kaðalin av nýggjum á einum longum teini, tí hann lá í rættiliga hørðum streymasjógvi, har kaðalin var meltaður og slitin. Í síðstu viku vóru góð líkindi at umvæla kaðalin, og fólk hjá FT Neti fóru við Brimli. Umvælingin var liðug leygardagin. Hitt sambandið hjá Suðuroynni, tað er millum Skálavík og Víkarbyrgi, slitnaði eisini í vetur. Tað var í januar. Tann sjókaðalin varð umvældur fyrst í mars. Dómurin er púra greiður. Vit gjalda rokningina fyri sakarmálskostnaðin og so er málið avgreitt frá okkara síðu, sigur Gunnar Mohr, stýrisformaður Stýrið fyri Føroya Handilsskúla hevur nú viðgjørt dómin í Føroya Rætti, sum hósdagin í síðstu viku fríkendi fyrrverandi stjóran á Føroya Handilsskúla fyri allar ákærur um at hann av órøttum tók ímóti pengum fyri sítt arbeiði í bygginevndini fyri Skúladepilin í Marknagili. Eftir harraboðum úr Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum stevndi Stýrið fyri Føroya Handilsskúla Reidar Nónfjall eftir 495.000 krónum, sum hann hevði fingið í samsýning, tíðarskeiðið frá mai 2008 til apríl 2011. Málið hevur, sambært Gunnari Mohr, fylt nógv í Stýrinum fyri Føroya Handilsskúla. Og við greiðu niðurstøðuni hjá Føroya Rætti er eingin orsøk at draga málið enn longur út, sigur stýrisformaðurin. Stýrið fyri Handilsskúlan er dømt at gjalda sakføraraútreiðslurnar hjá Reidari Nónfjall, tilsamans 68.750 krónur. Eisini hevur stýrið havt útreiðslur av sínum egna sakførara. Stýrisformaðurin sær tó onga meining í at royna at fáa teir pengarnar aftur frá Fíggjarmálaráðnum, sum afturi í 2012 trýsti Stýrið at fara í rættin við fyrrverandi handilsskúlastjóranum. Tá stýrið fyri Tekniska Skúla í Havn noktaði at fylgja boðum úr Fíggjarmálaráðnm og krevja 45.000 krónur aftur frá sínum skúlastjóra, fór ráðið harðliga til verka. Lønardeildin fór út í býin eftir einum advokati, sum fekk til uppgávu at krevja pengarnar innaftur. Rindar tú ikki pengarnar aftur innan 14 dagar, so verður tú drigin í rættin, vóru boðini til Egon Øregaard. Í gjár varð punktum sett í áralanga stríðnum millum Reidar Nónfjall og stýrið fyri Føroya Handilsskúla, sum eftir harraboðum úr Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum kravdi samsýning aftur frá sínum stjóra. Reidar Nónfjall hevði fullan rætt til pengarnar, staðfesti Føroya Rættur. Egon Egon Øregaard rindaði sína samsýning, tilsamans 45.000 krónur, aftur. Hann var sjúkur um hetta mundið, og hartil vóru atlitini til familjuna. Hann orkaði ikki at stríðast. Stýrið fyri sjálvsognarstovnin Tekniski Skúlin í Tórshavn hevði annars noktað at fylgja boðum úr Fíggjarmálaráðnum. Stýrið tvíhelt um sína heimild og avgerð um at stjórin skuldi hava samsýning fyri arbeiðið í bygginevndini. Men tá fór Fíggjarmálaráðið eitt stig víðari. Ráðið bað advokatin Jógvan Páll Lassen um at krevja pengarnar inn, uttanum Stýrið, beinleiðis frá skúlastjóranum. Útvarpið hevur fingið innlit í skjølini eisini stevningina, ið varð skrivað móti Egon Øregaard, ið skuldi dragast í rættin. Stýrið fyri Tekniska Skúla tvíhelt tó um sína støðu, eisini eftir at Egon Øregaard í august 2013 boðaði frá, at hann rindaði tær 45.000 krónurnar aftur. Stýrið harmaðist og helt tað vera skeivt av skúlastjóranum at bakka. Útvarpið hevur í dag tosað við Snorra Fjallsbak, stjóra á Lønardeildini, sum trýsti stýrini fyri bæði handilsskúlan og tekniska skúlan at krevja pengarnar innaftur frá sínum stjórum. Men Snorri Fjallsbak hevur ongar viðmerkingar. Sjálvur hoyrdi Egon Øregaard ongantíð nakað aftur úr Fíggjarmálaráðnum Sjálvsognarstovnurin Tekniski Skúlin í Tórshavn fer í søguna, tá skúlin flytir inn í nýggja Marknagilsdepilin. Tá fella allar ognir skúlans til landskassan. Útisetar greiða frá, hvussu tað er lesa í øðrum londum. Í fyrstu sendingini í røðini verður tosað við Jóhonnu Magnusardóttir, lesandi í Kina. Inventartænastan hevur lægsta tilboðið, slakar 293.000 krónur Fimm tilboð komu, og hægsta tilboðið, góðar 428.000 krónur er frá Id møblum. Mariah Schug er úr Amerika, og er fyri fjóru ferð og granskar í Føroyum. Saman við Eriku Hayfield granskar hon í immigratión, men hon hevur merkt eina broyting í føroyska fólkinum. Summi vilja ikki arbeiða saman við henni ella svara spurningar til hennara gransking, tí tey seta hana í samaband við Sea Shephed. Eftir fýra ár í nevndini í altjóða oyggjaleikanevndini IIGA, hevur Sølvi Reinert Hansen takkað fyri seg. Hann stillaði ikki uppaftur á aðalfundinum á Jersey týsdagin. Hetta hevur verið ein spennandi og lærurík tíð, sigur Sølvi Reinert Hansen. Hann staðfestir, at hetta arbeiðið fer við nógvari tíð og tað sjálvboðið. Tað er bara ein løntur persónur í altjóða oyggjaleikanevndini, og tað er aðalskrivarin. Andrew Inkster úr Hetlandi er nývaldur fyri Sølva Reinert Hansen. Formaður er J rgen Pettersson úr Álandi og hini í nevndini eru av Jersey, Bermuda og úr Hetlandi. Sostatt hevur Hetland tveir limir í nevndini. Sølvi Reinert Hansen, sum eitt skeið var ÍSF formaður, varð á seinasta aðalfundi valdur í starvsnevndina í Ítróttasambandi Føroya. Útisetar greiða frá, hvussu tað er lesa í øðrum londum. Í triðju sendingini í røðini verður tosað við Katrina Dalsgaard Nolsøe, ið lesur í Týsklandi. Útisetar greiða frá, hvussu tað er lesa í øðrum londum. Í fjórðu sendingini í røðini verður tosað við Sólju av skarði, lesandi í Íslandi. Útisetar greiða frá, hvussu tað er lesa í øðrum londum. Í fimtu sendingini verður tosað við Súsonnu Jógvansdóttir, sum hevur lisið í Ísrael. Nú dómurin hjá Føroya rætti í sakarmálinum um pengarnar, sum Reidar Nónfjall, fyrrverandi skúlastjóri á Handilsskúlanum, fekk fyri arbeiði sítt í bygginevndini fyri Skúladepilin í Marknagili, er endaligur, fær skúlastjórin á Tekniska skúla uttan iva eisini sínar 45.000 krónur fyri at vera í bygginevndini. Men tað er als ikki vist, at málið er avgreitt tá, so arbeiðið kann bjóðast út. Hvørki Yvirfriðingarnevndin ella Býarskipanarnevndin hjá landinum eru lidnar við málið. Henrik Møller, formaður í Yvirfriðingarnevndini, sigur, at nevndin hevur biðið Mentamálaráðið, sum eigur Skansan, um eitt ummæli. Nevndin hevur fund 26.august og hevur biðið um at fáa ummælið hjá Mentamálaráðnum hálvan august. Ikki ber til at siga nú, um Yvirfriðingarnevndin tekur avgerð 26.august. Tá broytingin í serstøku byggisamtyktini var til hoyringar, svaraði Mentamálaráðið, sum eigur Skansan, at ætlaða útbyggingin fer at skerja útsýnið av Skansanum nógv meira enn býráðið sigur. Tað vísa myndir, sum Fornminnissavnið hevur gjørt. Hesar myndirnar, ella hesa visualiseringina, sá Yvirfriðingarnevndin ikki fyrr enn á fundi herfyri. Býarskipanarnevndin hjá landinum viðger eisini stóra málið um havnarútbyggingina í Havn. Nevndin hevur fingið broytingarnar í almennu byggisamtyktini, tær fekk nevndin fyrst í hesum árinum, men enn eru broytingarnar í serstøku byggisamtyktini, sum býráðið samtykti í vár, ikki viðgjørdar í nevndini. Forkvinnan í nevndini, Jóanna Djurhuus, veit ikki, um nevndin hevur fingið serstøku byggisamtyktini. Hon var ikki komin, tá nevndin hevði fund seinast. Fólkaatkvøða verður sunnudagin um krøvini frá lánveitarunum til Grikkaland. Griski forsetin, Alexis Tsiprias, mælti í griskum sjónvarpi í gjár veljarnum til at atkvøða nei, tí tað fór at geva grisku stjórini møguleika at venda aftur til samráðingarborðið, skrivar DR. Griski fíggjarmálaráðharrin, Yanis Varoufakis, hóttir við at leggja frá sær, um grikkar atkvøða ja á fólkaatkvøðuni sunnudagin, sigur hann í samrøðu við Bloomberg. Grisku bankarnir hava verið stongdir síðan mánadagin, og grikkar sleppa í mesta lagi at taka 60 evrur úr peningaatomatunum um dagin. Játtanin til viðlíkahald er skorin til 200.000 krónur á fíggjarætlanini fyri 2015, men fíggjartørvurin til viðlíkahald í 2015 er nógv størri. Mentanarnevndin og fíggjarnevndin mæla tí til at veita eykajáttan upp á 500 túsund krónur til umvæling og viðlíkahald av Ítróttarhallunum. Hetta er fjórða árið á rað, at Linfield spælir í móti føroyskum liði. Í fjør var mótstøðuliðið B36. Tá endaði tað 1 1 í Belfast, men Linfield vann 2 1 í Havn. Fyrraárið var mótstøðuliðið ÍF, sum tapti 2 0 í Fuglafirði og 3 0 í Belfast. Og í 2012 spældi B36 málleysan javnleik á bæði úti og heimavølli móti Linfield. Dysturin varð avgjørdur við brotssparkskapping, sum Linfield vann. Føroysku menninir í kurvabólti taptu allar fýra dystirnar á Oyggjaleikunum á Jersey. Frægasta úrslitið fingu teir í dag, tá teir fyri fyrstu ferð komu upp um 40 stig. Í dag var Gotland mótstøðuliðið og dysturin endaði 43 77. Allir okkara kurvabóltsspælarar eru á einum máli um, at teir hava lært ómetaliga nógv av kappingini á Oyggjaleikunum. Nú vita teir betri, hvat teir serliga skulu leggja dent á til Oyggjaleikirnar um tvey ár. Tvímansleikurin hjá Henriettu Nielsen og Duritu F. Jensen hevur riggað avbera væl á Oyggjaleikunum. Í dag vunnu tær hálvfinaluna í tvímansleiki móti tveimum úr Gotlandi, ið vóru mettar at hava betri møguleikar at koma víðari. Úrslitið varð 3 2 til tær føroysku. Anna Mikkjalsdóttir skuldi eisini verða við í tvímansleiki saman við einari av Alderney, men hon legðist sjúk undan dystinum og tí fekk Anna ongan dyst í kappingini. Fýra harðir dagar í svimjing eru farnir framvið, og við 35 heiðursmerkjum hevur føroysk svimjing enn einaferð staðfest sína støðu. Føroyar vóru best í svimjing, har heiðursmerkjabýtið er 10 gull, 10 silvur og 15 bronsu. Harumframt eru fleiri oyggjaleikamet, føroysk met, juniormet og persónlig met sett. Nakrir av svimjarunum hava eisini verið til kapping í Baku í síðstu viku, so tey hava havt eina harða skrá seinastu tíðina. Harafturat liggja fleiri altjóða kappingar eisini fyri framman hjá teimum. Svimjiliðið hesaferð er sera ungt. Tað eru bara Pál Joensen og Astrið Foldarskarð, sum hava verið á oyggjaleikum fyrr. Tey bæði saman við hinum, sum liggja beint niðan fyri 20 í aldri, hava verið tey elstu í hópinum, og tað hevur eisini givið teimum eina ábyrgd, sum tey kanska ikki hava havt á sama hátt fyrr. Framtíðin sær bjørt út hjá svimjingini, tí størsti parturin av svimjarunum, sum hava svomið kapp á oyggjaleikunum eru føddir um aldarskiftið ella eftir ár 2000, og tey hava øll gjørt sítt til, at Føroyar vóru best av svimjarunum. Nú løgtingið hevur havt kanningina hjá Hans Gammeltoft Hansen í hálvaaðru viku er framvegis ikki greitt, hvat tingið skal gera við greiðu niðurstøðurnar hjá kanningarstjóranum. Formansskapurin í løgtinginum hevði fund seinnapartin í gjár um kanningina. Men Formansskapurin hevur onga niðurstøðu enn og heldur onga ætlan um at kalla tingið saman at viðgera kanningina og niðurstøðurnar í henni. Formansskapurin hevur fingið ávegis upprit frá umsitingini, løgfrøðingunum, hjá løgtinginum og fer at hava fund aftur týsdagin, sigur Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður. Spurdur, hví formansskapurin ikki kallar tingið saman alt fyri eitt, svarar Jógvan á Lakjuni, at málið er so umfatandi, at tað má viðgerast neyvt, áðrenn tingið fær fundarboð. Eingin orsøk at kalla tingið saman, tá vit ikki vita, hvat tingið skal viðgera. Formansskapurin má fyrst gera eitt uppskot, sum tingið skal taka støðu til, sigur Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður. Jonhard Klettheyggj, løgtingsstjóri, segði við Útvarpið fyri einari viku síðani, at tey skuldu helst brúka 14 dagar ella so at orða tilmælið til formansskapin. Sambandsflokkurin gjørdi skjótari av enn løgtingið. Í gjár fekk Kaj Leo Holm Johannesen stuðul frá politikarum floksins og tí, tey kalla baklandið veljarafeløgini at halda fram sum formaður floksins og løgmaður. Riðluskriði varð fyrstu ferð staðfestur í Føroyum í 1984. Ridluskriði er síðani funnin í Skælingi, á Glyvursnesi, í Havn og í Fugloynni. Ringa seyðasjúkan er nú í trimum oyggjum í Føroyum. Í hagapørtum, har ridluskriði er staðfestur, skulu seyðaeigarar síggja til, at seyðurin ikki kemur í samband við annan seyð. Heilsufrøðiliga starvsstovan bjóðar sær til at ílegukanna seyð fyri at vita, um seyðurin er mótstøðuførur og, hvørjar ílegur, seyðurin ber víðari. Ílegukanningin sigur tó ikki, um seyðurin hevur ridluskriða, men um hann er í vanda fyri at verða smittaður. Ein ílegukanning kostar 530 krónur fyri hvønn seyð. Tað segði Yanis Varoufakis í samrøðu við sjónvarpsrásina, Bloomberg. Grikkar skulu sunnadagin annaðhvørt seta kross við ja ella nei um uppskotið hjá altjóða lánveitarunum, sum skal bjarga Grikkalandi úr búskaparligu kreppuni, sum landið er í. Verður undirtøka fyri uppskotinum, er tað ósigur fyri stjórnina við Alexis Tsipras í oddinum, sum hevur heitt á grikkar um at atkvøða ímóti uppskotinum. Yanis Varoufakis sigur við Bloomberg, at um fólkaatkvøðan endar við, at grikkar atkvøða fyri, verður hann ikki fíggjarmálaráðharrin mánadagin. Tsipras skrivaði í síðstu viku út fólkaatkvøðu orsakað av, at samráðingarnar millum Grikkaland og altjóða kreditorarnar, ES, altjóða gjaldoyragrunnurin og evropiski miðbankin, slitnaðu. Alexis Tsipras segði, tá orðaskifti var í parlamentinum um uppskotið frá kreditorunum, at tað var ein háðan móti grikska fólkinum. Fólkaatkvøðan verður sunnudagin 5. juli. Har fara tey at venja og kappast í ymsum ítróttargreinum. Luttakararnir búgva í Tofta skúla, har eisini fleiri av kappingunum fara at verða í fimleikahøllini og svimjihylinum. Kappingarnar í frælsum ítrótti verða á Svangaskarði. Tróndur Ravnsfjall er ítróttarsamskipari hjá SB. Hóast Copenhagen Infrastructure Partners ikki vóru vælkomin í Føroyum, tá avtornaði, hava onnur álit á førleikanum hjá CIP at gera íløgur og fáa nakað burtur úr teimum. Finans.dk skrivar, at tey fimm fyrrverandi Dongfólkini, teirra millum Rune Bro Róin, sum ofta verða nevnd gullfuglarnir, nú umsita ein grunn, tey sjálvi hava stovnað, við 14,7 milliardum krónum. Talan verður um langtíðaríløgur upp í 20 ár. Størstu íløgurnar vera í varandi orkukeldur. Sambært blaðnum Børsen settu tey fimm CIP fólkini sær fyri at útvega 12 milliardir til grunnin at brúka til íløgur. Men nú hava tey fingið næstan 15 millardir. Grunnurin hjá CIP varð stovnaður í september í fjør, tá CIP fekk átta íleggjarar at seta pengar í grunnin, millum annað PensionDanmark, Nykredit og PFA Pension. Dystirnir verða sendir beinleiðis í Kringvarpinum. Beinleiðis frásøgn er í útvarpinum, og dystirnir verða eisini sjónvarpaðir beinleiðis á kvf.fo. Jean Marie le Pen, sum stovnaði politiska flokkin Front National í Fraklandi, kann vera á veg í flokkin aftur. Ein dómstólur hevur gjørt av at ógilda avgerðina, at koyra 86 ára gamla Le Pen úr egna flokki sínum, og at hann eigur at fáa limaskap aftur í flokkinum. Marine Le Pen, dóttir Jean Marie Le Pen, hevur, síðani hon rak pápa úr flokkinum og sjálv tók við sum forkvinna í 2011, roynt at broyta profilin hjá flokkinum og ikki minst at lúka út í beinleiðis rasistiskum og anti jødiskum útsagnum hjá limum í flokkinum. Tí fall tað heldur ikki í góða jørð, tá Jean Marie Le Pen í apríl sló jødatýningarnar undir seinna heimsbardaga upp í glens. Jean Marie Le Pen kann nú aftur brúka skrivstovu sína og øll amboð, sum stóðu honum í boði, og hann kann sita í nevndum, ið hann var partur av sum heiðursformaður, sigur advokatur hansara, Frederic Joachim, við franskar miðlar. Sostatt er vandi fyri, at stríðið millum Jean Marie Le Pen og dóttrina, núvernadi forkvinnuna í flokkinum, Marine Le Pen, byrjar aftur. Umleið tvær vikur eru farnar, síðan blái blokkur vann danska valið. Eftir valkvøldið hava donsku flokkarnir tingast um, hvør skal hava ymsu málsøkini. Konservativi flokkurin fekk einans seks tinglimir, men tað merkir bara, at meira er til hvønn einstaka tinglim. Fyrradagin var jólaaftan hjá Konservativa flokkinum, tá ið gávurnar vórðu býttar millum tinglimirnar. Rasmus Jarlov fekk millum annað Føroyar sum málsøki, og hann hevur longu skrivað á facebook, at hann stuðlar føroyskum grindadrápi. Hann skrivar eisini, at hann er tann einasti danski politikarin, ið leggur stóran dent á ríkisfelagsskapin. Vit ringdu til Rasmus fyri at vita, hví hann var so kvikur á facebook. Tær skulu vera við í árligu Føroya Regatta, sum verður um vikuskiftið. Klokkan trý seinnapartin siglur regattaflotin til Eiðis, har komið verður klokkan 19 í kvøld. Eftir døgurða í morgin fara skipini av Eiði við kós móti Sørvági, har tey koma klokkan 19 í annaðkvøld. Nógv verður gjørt burturúr í Sørvági, sum í ár hátíðarheldur sín 100 ára stovningardag. Tað ber ikki til, at eg geri eitt listaverk, ið snýr seg um havið, um eg ikki sjálvur havi verið úti á havinum og sjálvur upplivað, hvat havið veruliga er. Í fleiri umførum hevur hann verið drúgvar sjóferðir, haðani hann hevur fingið íblástur til tey ymisku listaverkini, hann hevur gjørt. Kaffi er tað, sum eg havi saknað mest, tá eg havi verið úti á havinum í eini 100 dagar. Annars haldi eg ikki, at eg sakni nakað sum so, tá eg eri burturi, sigur Tróndur Patursson. Heilsustýrið fær frágreiðingarnar hjá teimum 13 kvinnunum og frágreiðingarnar hjá læknanum, so stýrið kann gera læknafakliga meting um undirlívskanningarnar, um tær vórðu gjørdar sambært forskriftunum fyri slíkum kanningum. Linda Hesselberg, ákæri, sigur, at svarið frá Heilsustýrinum fer at viga nógv, tá avgerast skal, um skuldsetti læknin skal ákærast. Tað var í juli í fjør, at politiið avhoyrdi ein kommunulækna í Føroyum og skuldsetti hann fyri at hava framt kynsligan ágang móti fimm kvinnum, sum vóru til viðtalu hjá honum. Kommunulæknin er skuldsettur fyri at hava brotið fyriskipanina um virksemið hjá læknum og revsilógina, hann er skuldsettur fyri annað kynsligt samband enn samlegu og fyri blygdanarskemd. Og ein av fyrstu uppgávunum hjá júst valdu fólkatingsforkvinnuni, Piu Kjærsgaard, var at biðja tingið velja tiltaksmenn fyri Mogens Lykketoft, sum eisini bað um farloyvi í dag. Í grundlógaravhoyring 10.august í fjør varð ein, tá 23 ára gamal maður, varðhaldsfongslaður, skuldsettur fyri manndráp. Hann hevur verið í varðhaldi síðani, seinastu tíðina í Vestre fængsel í Keypmannahavn. Í grundlógaravhoyringini tók skuldsetti maðurin ikki støðu til skuldarspurningin. Og tað hevur hann framvegis ikki gjørt, sigur verji hansara, Christian Andreassen. Tele Post er eitt felag, sum er í menning. Tað líkist Føroya Tele, men er tvífalt so stórt. Tilgongdin minnir um støðuna, sum Føroya Tele var í fyri nøkrum árum síðani, sigur Kristian R. Davidsen, sum fer úr stjórastarvinum á Føroya Tele í seinasta lagi fyrsta januar 2016. Hon stovnaði, saman við øðrum, Dansk Folkeparti. Undan tí var hon partur av Fremskridtpartiet hjá Mogen Glistrup. Danska Folkeparti hevur serliga gjørt vart við seg innanfyri spurningin um útlendingar og flóttarfólk. Táverandi danski forsætisráðharrin, Poul Nyrup Rasmussen, segði í 1999 soleiðis í fólkatinginum um Dansk Folkeparti, tá fólkatingið varð sett. Men í dag setti Pia Kjærsgaard seg í formanssessin í danska Fólkatinginum. At verða formaður í fólkatinginum verður mett at vera tingarligasti almenni sessurin í Danmark, ið tú kann vera vald í. Runavíkar kommuna hevur best fyriskipaða náttúruøkið fyri fríøkið við Prestá. Grundgevingin er, at talan er um gott tiltak, sum bygdafólkini sjálv hava tikið stig til og eisini sjálvboðin taka aktivan lut í at gera Prestá til frítíðarperlu. Økið hevur fleiri møguleikar í framtíðini við fornminnum sunnanfyri Prestá og strandøkið niðanfyri, har fuglalívið kann bliva fjøltáttari. Fámjins kommuna hevur best røktu bygd . Her er grundgevingin hjá Kommunufelagnum, at bygdin sum heild er sera væl hildin, og tað sæst, at bygdafólkini eru góð við bygdina. Nýggi vatnbrunnurin vísir, hvussu væl náttúran kann goyma. Bakkaverjan er prýði fyri bygdina, men av tí at náttúrukreftirnar leggja eftir seg, er arbeiðið ikki liðugt arbeiði, men krevur áhaldandi viðlíkahald. Nýggja viðalundin, har fleiri hundrað trø eru plantað, kann verða bindiliðurin millum býlingarnar. Nú er bara at bíða eftir at tey vaksa og veita skjól og frøi, sigur Kommunufelagið. Føroyar vórðu umboðaðar í báðum flogbóltsfinalunum á Oyggjaleikunum á Jersey seinnapartin. Og í báðum førum vórðu okkara fólk ov stutt. Estiska oyggin Saaremaa vann gull bæði hjá kvinnum og monnum. Úrslitið hjá kvinnum var 3 1 til Saaremaa og settúrslitini vóru 16 25, 25 15, 23 25 og 15 25. H já monnum gjørdist úrslitið 3 0 til Saarema og settúrslitini vórðu 25 22, 25 21 og 25 16 . Lítið er at ivast í, at menninir eru nøgdari enn kvinnurnar við silvurið. Kvinnurnar hava verið í flestu oyggjaleikafinalum og hava ofta vunnið gullið. Tað gjørdu tær eisini á Bermuda fyri tveimum árum síðani, so málið var avgjørt at endurvinna gullið. Hetta er triðju ferð, at menninir hava verið í finaluni. Seinasta uppgávan hjá Sølva Reinert Hansen, sum gevst í altjóða oyggjaleikanevndini, var at handa heiðursmerkini hjá flogbóltskvinnum. Hann segði undan dystinum, at hann vónaði at sleppa at handa føroysku kvinnunum gullið. Unga Rebekka Fuglø úr Norðdepli vann eitt av heiðursmerkjunum seinasta kappingardagin á Oyggjaleikunum á Jersey. Hon rann so mikið væl í finaluni á 800 metra teininum, at tað bara vóru seks hundraðpartar millum hana og Rachael Franklin úr Isle of Man, sum fekk gull. Tíðin hjá Rachael var 2 12.71 og tíðin hjá Rebekku var 2 12.77, sum samstundis er føroyskt met. Á triðja plássi var Nathalie Whitty av Guernsey. Og í dag vann Marna Egholm sítt triðja heiðursmerki fyri Føroyar. Hon fekk bronsu á 5000 metra teininum. Tíðin hjá Marnu var 17 44.45. Katie Bristow úr Hetlandi, ið noyddist at gevast á 10.000 metra teininum fyrradagin, fekk gull, og Sarah Mercier av Guernsey fekk silvur. Marna hevur eisini fingið bronsu á 10.000 metra teininum, og saman við Bjørk Herup Olsen, fekk hon bronsu fyri lið í hálvum marathon. Bjørk var eisini við á 5000 metra teininum í dag og bleiv nummar sjey. Ein avtala við Iran hevði verið ein hjálp at tikið upp aðrar felags avbjóðingar sum til dømis yvirgangsatsóknir, víðgongdar islamistar og kríggj teirra í Miðeystri, sigur iranski uttanríkisráðharrin. Amerikanski uttanríkisráðharrin John Kerry er samdur um, at framgongd er í samráðingunum men sigur, at nógv er eftir at fáa upp á pláss. Ætlanin er, at samráðingarnar skulu vera lidnar týsdagin. Londini, sum samráðast við Iran USA, Bretland, Frakland, Kina, Russland og Týskland vilja hava Iran at avmarka sítt kjarnorkuvirksemi og vilja hava trygd fyri, at Iran ikki verður ført fyri at framleiða kjarnorkuvápn. Iran vil fyri sín part hava handilstiltøkini móti landinum beind av vegnum, tí tey merkjast í Iran har tey ávirka búskapin almikið. Iran hevur alla tíðina sagt, at kjarnorka landsins einans er til friðarlig endamál. Russiski samráðingarleiðarin, Sergei Ryabkov, er samdur í at framgongd er í samráðingunum og sigur, at semja er um níggju tíggindapartar av tekstinum í avtaluni. Grikkar í tíggjutúsundatali vóru aftur í gjárkvøldið á gøtunum í høvuðsstaðnum Athen undan fólkaatkvøðuni í morgin, har spurningurin er, um grikkar skulu góðtaka tilboðið frá kreditt veitaralondunum ella ikki. Mótmælini sum eisini eru í øðrum griskum býum ganga báðar vegir. Ein partur av fólkinum er fyri, at Grikkaland góðtekur tilboðið, meðan onnur eru ímóti. Teirra millum er Alexis Tsipras, forsætisráðharri, ið mælir grikkum til at siga nei. Tað sigur hann seg gera, tí hann væntar, at Grikkaland aftaná fólkaatkvøðuna kann fáa eitt betur tilboð enn tað, ið liggur á borðinum. Eitt tilboð, ið ikki hevur við sær fleiri krepputiltøk ella krøv frá lánsgevarunum sum til dømis at Grikkaland skal skerja pensiónirnar til landsins borgarar. Seinastu meiningarkanningar undan fólkaatkvøðuni í morgin vísa, at úrslitið kann fara báðar vegir. 44 prosent halda, at Grikkaland skal siga ja til kreditt avtaluna, meðan 43 prosent siga nei. Hvat fer at henda, um grikkar siga nei, veit eingin. Alexis Tsipras, forsætisráðharri, sigur, at bankarnir lata upp aftur týsdagin, men tað fara teir neyvan at gera uttan at Grikkaland fyrst ger eina avtalu við kredittveitaralondini. Uttan eina slíka avtalu eru griksku bankarnir í veruleikanum á húsagangi. Bankarnir hava verið afturlatnir í eina viku og grikkar hava einans kunna tikið út úr penga automatum tað, ið svarar til 450 krónur um dagin. Í Grikkalandi er fólkatalið 11 milliónir og skuld landsins er tilsamans 323 milliardir evrur ella tvey túsund og 400 milliardir krónur. Nógv tær fletu umsóknirnar 337 í tali eru til tær átta bachelorútbúgvingarnar, ið setrið bjóðar út. 149 søktu inn eftir kvotu tvey skipanini, meðan hinar 188 umsóknirnar eru frá umsøkjarum, sum hava søkt inn eftir kvotu eitt. Í fjør var talið av umsóknum samanlagt 336 til níggju bachelorútbúgvingar. Tá býtið millum útbúgvingarnar er sett upp eftir fyrstu raðfesting, eru umsóknir til bachelor útbúgingina hesar f øroyskt 23, o rkuverkfrøði 25, l ærari 86, n ámsfrøði 67, s júkrarøktarfrøði 81, s osialvísindi og samfelagsplanlegging samfelagsvísindi 27, p olitikkur og umsiting samfelagsvísindi 9 og í s øgu smátjóðir og altjóðagerð 19 umsóknir. Fróðskaparsetrið viðgerð nú umsóknirnar, og boð um upptøku verða send í seinasta lagi mánadagin 13. juli, skrivar Fróðskaparsetrið. Ein norðurkoreanari, ið er lívevnafrøðingur og serfrøðingur í biokemiskum vápnum, er flýddur. Við sær skal hann hava prógv um, at Norðurkorea ger royndir við kemiskum evnum í fangalegum, verður sagt. 47 ára gamli norðurkoreanarin, ið bert verður nevndur við eftirnavninum Lee, skal vera komin til Finlands um Filipsoyggjarnar 6. juni. Við sær hevur hann prógv um royndir, ið gjørdar eru við menniskjum, og prógvini fara at verða løgd fyri Evropa parlamentið seinni í hesum mánaðinum. Orsøkin til at maðurin flýddi skal vera, at hann var ivasamur um sína egnu gransking, sigur ein kelda, ið hevur samband við ein norðurkoreanskan mannarættindabólk. Tað skrivar suðurkoreanska tíðindastovan, Yonhap. Finska blaðið Helsingin Sanomat hevur sett seg í samband við finska uttanríkisráðið, innanríkisráðið og finska útlendingastýrið, men eingin vil vátta ella avsanna upplýsingarnar um norðurkoreanaran. Helsingin Sanomat hevur tosað við amerikanska Norðurkorea serfrøðingin Greg Scarlatoiu, sum eisini stendur á odda fyri mannarættindanevndini fyri Norðurkorea. Hann heldur, at upplýsingarnar ljóða trúligar og samsvara við tað, hann áður hevur hoyrt um, at royndir verða gjørdar við fólki og evnafrøðiligum vápnum í norðurkoreanskum fangalegum. Norðurkorea sigur seg EINGI evnafrøðilig vápn hava, men suðurkoreanska verjumálaráðið sigur, at Norðurkorea hevur bakteriur og virus minst 13 sløg tilsamans og teirra millum eru bæði miltbrandur og pokur. Ein heryvirmaður, ið flýddi haðani einaferð í nítiárunum segði við enska blaðið The Telegraph í fjør, at hann í Norðurkorea sjálvur hevði sæð bæði børn og vaksin ið bera brek verða brúkt til royndir við bæði kemiskum og biokemiskum vápnum. Enn hevur eingin tó kunna prógvað, at Norðurkorea ger slíkar royndir, men møguliga hevur norðurkoreanarin, ið skal vera komin til Finlands, prógvini við sær. Tað ger hann í samrøðu við spanska blaðið El Mundo dagin fyri fólkaatkvøðuna um ta lánsavtalu við ES, sum grikkar fara á fólkaatkvøðu um í morgin. Hví hava tey noytt okkum at steingja bankarnar Fyri at ræða fólk. Tað kann samanberast við yvirgang, sigur grikski fíggjarmálaráðharrin við spanska blaðið. Tá El Mundo spyr Yanis Varoufakis, um hann er vísur í at fáa nakra aðra avtalu við ES, siga grikkar nei á fólkaatkvøðuni í morgin, sigur fíggjarmálaráðharrin, at tað fer at vera dýrt fyri báðar partar ikki at koma til eina semju. Ov nógv stendur upp á spæl hjá bæði Grikkaland og Evropa. Tí eri eg vísur í, at ein onnur avtala kann gerast, sigur Yanis Varoufakis og nevnir, at tað fer at kosta túsund milliardir evrur, um Grikkaland fer á húsagang. Tað svarar til sponsku bruttotjóðarúrtøkuna, og eitt so stórt tap fer Evropa neyvan at loyva, sigur grikski fíggjarmálaráðharrin. At atkvøða fyri lánsavtaluni er at hótta fólkaræðið, tí óttin gerst vinnari, sigur fíggjarmálaráðharrin við spanska blaðið El Mundo. Higartil í ár eru fødd 16 børn í Sunda kommunu, og tað eru fleiri enn øll fødd børn í 2014, tá 15 børn vóru fødd í kommununi. Síðan Sunda kommuna sá dagsins ljós fyri 10 árum síðani, eru næstan 10 fleiri fólk enn tá tær seks kommunurnar løgdu saman. Næstan 10 prosent fleiri eru í økinum, síðani tær seks kommunurnar løgdu saman í Sunda kommunu fyri 10 árum síðani. Á heimasíðuni verður sagt, at hetta er úrslitið av einum miðvísum arbeiði seinastu árini, har størsti denturin er lagdur á menning og trivnað millum egnar borgarar. Og í nátt vað ein maður tikin fyri at koyra ov skjótt. Hann koyrdi 107 kilometrar t, og tað er meira enn 20 kilometrar t skjótari, enn loyvt er, og tí far hann klipp í koyrikortið og eina bót. Evropa heldur ondini, meðan grikkar í dag skulu á fólkaatkvøðu at atkvøða nai ella oxi ja ella nei ímóti krøvunum hjá altjóða lánsveitarum um nýskipanir og sparingar, og afturfyri fær Grikkland fleiri pengar Boðini frá teimum 18 evrulondunum hava frammanundan verið, at atkvøða grikkar nei til at góðtaka krøvini, merkir tað samstundis, at Grikkaland fer úr evru samstarvinum, og grikski miðbankin stúrir fyri, at tað kann leiða Grikkaland út úr ES. Men verðin sær øðrvísi út frá stjórnarskrivstovuni hjá Alexis Tsipras í Athen. Hann hevur lovað veljarunum, at nú verður skjótt endi á trupulleikunum. Tað hevði undir vanligum umstøðum merkt nýval. Men Grikkaland hevur nógv um at verða. 20. juli skal landið rinda Evropiska Miðbankanum 3,5 miljardir evrur, og tað hevur landið ikki ráð til uttan nýggja avtalu. Tí kann eitt ja enda við eini savningarstjórn, sum kann byrja nýggjar samráðingar við lánsveitararnar. Og síðani, eina ferð í heyst, verður parlamentsval. Um hugt verður at longri tíðarskeiði vísa hagtølini, at umleið tvær ferðir fleiri doyggja í ferðsluni í Føroyum enn í Danmark, Norra og Svøríki. Brynhild Høgnadóttir heldur, at tað gongur rætta vegin. Rúsdrekka verður ikki góðtikið í ferðsluni longur, men framvegis er ferðin ein stór avbjóðing á føroysku vegunum. Halda vit fram at ferðast á tann hátt, sum vit gera í dag, har 76 prosent av túrunum eru við bili, fáa vit trupulleikar, sigur Hrafnkell, sum er leiðari fyri verkætlanini. Í 2040 er mett, at 70.000 fleiri fara at búgva í høvuðsstaðarøkinum. Tí er neyðugt í hesum sambandi at tryggja okkum, at bilferðslan ikki økist í sama mun. Hóast verkætlanin verður dýr verður víst á, at samfelagið í longdini sparir pening. Búskaparliga fer ísland, um flutningsvanrarnir verða broyttir á henda hátt, at spara um 700 milliónir evrur. Verkætlanin hevur heitið Høvuðsstaðarøkið 2040, og felagsavtalan er undirskrivað av kommununum í Garðabær, Hafna firði, Kjós, Kópavogi, Mosfellbær, Reykjavík og Sel tjarnarnesi, skrivar mbl.is. Amina Poulsen, fødd Ann Poulsen, valdi fyri 26 árum síðani at konvertera til Islam. Hon býr í dag í Nørrebrúgv, har hon trívist væl. Tó heldur hon, at tað er verri, tá tað kemur til sosialu miðlarnar, sum onkursvegna, sambært Aminu, kunnu sigast at vera grundvøllurin fyri fórdómum. Amina hevur í hesum døgum verið og ferðast í Føroyum. Hon greiðir frá, hvussu hon upplivir at ganga á føroyskari jørð við turriklæði. Harafturat greiðir hon frá, hvussu hon upplivir hugburðin í Danmark eftir Danska Folkapartíið vann seg nógv fram til fólkatingsvalið í ár. Ein bólkur við embætisfólki úr Grikkalandi og lániveitarunum sonevnda Brussels Work Group fundast í dag. Og seinni í dag fer týski samveldiskanslarin Angela Merkel til Paris á fund við franska forsetan Francois Hollande at umrøða støðuna. Og í morgin eru stjórnarleiðararnir og fíggjarmálaráðharrarnir í teimum 19 londunum í evro samstarvinum boðsendir á toppfund. Sambært eygleiðarum stendur alt opið. Skuldin hjá Grikkalandi er 323 milliardir evrur, okkurt um 2400 milliardir krónur, og tað er 180 prosent av landsins bruttotjóðarúrtøku. Grikkaland megnar ikki at gjalda skuldina aftur, og búskapurin er í skeljasori. Størstu lániveitarar eru Týskland, Frakland, Italia, Spania, Altjóða Gjaldoyragrunnurin IMF og Evropeiski Miðbankin. Griski fíggjarmálaráðharrin, Yanis Varoufakis, boðar í morgun frá, at hann leggur frá sær í kjalarvørrinum av fólkaatkvøðuni í gjár, har grikkar søgdu dundrandi nei til krøvini, sum altjóða samfelagið setir landinum fyri at koma illa sperda, griska búskapinum til hjálpar. Yanis Varoufakis hevur, saman við forsætisráðharranum Alexis Tsipras, staðið á odda fyri samráðingunum, ið griska stjórnin hevur havt við sínar lániveitarar síðstu mánaðirnar. Varoufakis boðar í morgun frá, at hann nú er óynsktur í teimum samráðingum, sum skulu fara fram millum Grikkaland og altjóða samfelagið. Sambært nú fyrrverandi fíggjarmálaráðharranum settu onkrir av lániveitarunum eftir úrslitið í gjárkvøldi fram ynski um, at Varoufakis tók seg aftur. Tað er mín skylda at hjálpa Alexis Tsipras í tann mun, sum eg kann, soleiðis at hann kann brúka stuðulin frá griska fólkinum konstruktivt, sigur Varoufakis. Úrslitið av grisku fólkaatkvøðuni í gjár varð, at 61,3 prosent av grikkum siga nei, meðan einans 38,7 prosent siga ja. Harvið gjørdist úrslitið nógv meira greitt enn roknað varð við frammanundan. Valluttøkan á fólkaatkvøðuni í Grikkalandi í gjár var 62,5 prosent. Eftir at atkvøðurnar vóru taldar upp í gjárkvøldi takkaði griski forsætisráðharrin Alexis Tsipras fólkinum fyri at stuðla áheitanini frá stjórnini um at atkvøða nei . Úrslitið av fólkaatkvøðuni er ein stórsigur. Vit hava skrivað eina stórsligna søgu inn í evropeisku søgubøkurnar. Vit hava prógvað, at sjálvt undir mest truplu umstøðunum ber ikki til at leggja trýst á fólkaræðið, segði Tsipras millum annað í síni røðu til griska fólkið í gjárkvøldi. Griski forsætisráðharrin nýtti eisini høvið til at takka fólki kring alt Evropa, sum við mótmælisgongum á gøtunum í evropeisku stórbýunum hava víst Grikkalandi sín stuðul. Sam Simon hevur verið í norskum sjógvi, har tey havt eyguni eftir einum norskum farmaskipi við 1800 tonsum av tvøsti í lastini, sum skulu úr Tromsø á japanska marknaðin. Umframt Sam Simon er eisini tríkiljan Bridgitte Bardot í føroyum, og triðja skipið Bob Barker er eisini á veg úr Bremen í Týsklandi við kós móti Føroyum. Danmarkmeistarakappingin á langgeil í sviming byrjaði leygardagin, og føroyski sprintarin á danska landsliðnum, Magnus Jákupsson, hevur longu vunnið tvær gull. Talan er um triðja teinin, eftir at føroysku súkklararnir í gjár súkklaðu fyrstu 200 kilometrarnar úr norðurtýsklandi suður til Bremen. Pætur, John, Jóhannus og Bergur, sum teir fýra eita, lata væl at veðrinum, nú teir eru farnir undir at klintra teir 313 metrarnar. Til ber at fylgja ferðini, síggja myndir og filmsbrot her Morgunsendingin vitjaði føroyska útisetan, sum er komin heim til Føroya í summarfrí. Hon málaði okkum eisini ein málning at burturluta fríggjamorgunin I gjárkvøldi boðaði griski tjóðbankin frá, at tey fóru at senda evropeiska miðbankanum eina formliga umbøn um at fáa fleiri pengar. Støða verður væntandi tikin til umbønina á fundi seinni í dag. Griski vara fíggjarmálaráðharrin, Nadia Valavani, segði í gjárkvøldi, at grikkar ikki kunnu rokna við at sleppa framat kontantum pengum, sum tey hava liggjandi í bankaboksum í landsins bankum. Útsøgnin elvdi sum vera man til ørkymlan. Varoufakis boðar í morgun frá, at hann leggur frá sær í kjalarvørrinum av fólkaatkvøðuni í gjár, har grikkar søgdu dundrandi nei til krøvini, sum altjóða samfelagið setir landinum fyri at koma illa sperda, griska búskapinum til hjálpar. Yanis Varoufakis hevur, saman við forsætisráðharranum Alexis Tsipras, staðið á odda fyri samráðingunum, ið griska stjórnin hevur havt við sínar lániveitarar síðstu mánaðirnar. Seinni í dag fer týski samveldiskanslarin Angela Merkel til Paris á fund við franska forsetan Francois Hollande at umrøða støðuna. Og í morgin eru stjórnarleiðararnir og fíggjarmálaráðharrarnir í teimum 19 londunum í evro samstarvinum boðsendir á toppfund. Lærustovnarnir taka tó ímóti fleiri næmingum í dag, enn teir frammanundan hava gjørt. Serliga útbúgvingarnar, har trot er úti í samfelagnum eftir fleiri við ávísu útbúgvingini, taka fleiri næmingar inn. eitt nú sleppa 100 fleiri læknalesandi í skúla í ár, tí tørvur er á læknum. Tað eru eingi tøl, ið siga hvussu nógvir føroyingar hava søkt hægri lestur í ár, men sum nú er, eru áleið 1000 føroyingar undir útbúgving í Danmark. Fróðskaparsetrið hevur eisini fingið met nógvar umsóknir til sínar átta bachelorútbúgvingar. 337 hava søkt um at sleppa at lesa á Setrinum. Fyrireikingar hava verið gjørdar á landi omanfyri Skála, og eystarumegin er farið undir at fyrireika flutning av vatni millum Langanes á Glyvrum í brunnar ovarlaga í Saltangará. Í dag, í morgin og mikudagin verður vatnleiðingin førd tvørtur um fjørðin. Leiðingin verður sett saman á bryggjuøkinum í Runavík og sleipað fram við eystara landinum inn á Glyvrar og hiðani tvørtur um fjørðin. Størri parturin av láninum, 700 milliónir, fer til at endurfíggja verandi lán hjá SEV. 400 milliónir fara til íløgur hjá SEV, sigur Bogi Bendtsen, deildarstjóri hjá SEV. Nógv bendir á, at tingið skjótt verður kallað saman, eftir at fyrst Hans Gammeltoft Hansen er komin við sínari kanning og síðani Jonhard Klettheyggj hevur latið tað, sum løgtingsformaðurin kallar eitt Fyribils upprit ella Fyribils álit , til formansskapin í løgtinginum. Walisiska landsliðið hevur verið í støðugari menning síðstu árini. Fyri fýra árum síðani var liðið styrkismett nummar 117 á FIFA listanum. Á verandi lista er liðið styrkismett nummar 22, men kemur á dagførda styrkislistanum upp á tíggjunda pláss. Wales hevur staðið seg sera væl í undankappingini til EM í Fraklandi næsta summar. Liðið er á odda í bólki B við 14 stigum fyri seks dystir. Liðið hevur tí góðar møguleikar at spæla seg til sítt fyrsta endaspæl síðani HM í 1958. Lagt verður eisini til merkis avrikini hjá føroyska A landsliðnum. Føroyar vera væntandi nummar 74 á nýggja styrkislistanum hjá FIFA. Hægsta styrkismetingin hjá landsliðnum higartil hevur verið nummar 102. Búskapar og Løgfrøðingafelag Føroya vil við hesum staðiliga átala, at Tygum í útvarps tíðindunum 2. juli 2015, gevur til kennar, at teir upplýsingar, sum Tygum hava borið løgtinginum, og sum Hans Gammeltoft Hansen í síni frágreiðing sigur vera ósannar, stava frá tínum embætisfólki. BLF metir ikki, at tað sømir seg Føroya Løgmanni á henda hátt, uttan grundgeving ella skjalprógv, at vísa frá sær ábyrgd fyri egnum útsøgnum við at vísa til løgfrøðiliga ráðgeving frá embætisverkinum. Tað hevði sømt seg betri, um Løgmaður fult og heilt átók sær ábyrgdina fyri sínum útsøgnum. Kirkjuskatturin er 5,4 prosent størri í ár, og í eftirlønarskatti eru komnar slakar tíggju milliónir krónur meira í ár enn í fjør, vøksturin er sløk átta prosent. Atgongdin hjá føroyskum virkjum at selja á marknaðum uttanlands er ikki nóg góð og munandi verri enn í grannalondunum. Og arbeiðið við at bøta um marknaðaratgongdina verður ikki raðfest nóg høgt. Tað verður staðfest í ársfrágreiðingini hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum varð løgd fram á aðalfundinum í farnu viku. Í tíðindaskrivi sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag millum annað, at arbeiðsorka eigur at verða sett av á Løgmansskrivstovuni og Heilsufrøðiligu Starvsstovuni til eitt áhaldandi arbeiði at tryggja Føroyum marknaðaratgongd til teir mest áhugaverdu marknaðirnar. Tsakalotos hevur higartil verið varauttanríkisráðharri í Grikkalandi, og hevur verið samráðingarleiðari fyri Grikkaland, nú landið hevur samráðst við ES um eina nýggja lániavalu. Tsakalotos vil hava Grikkaland at halda fram í evrusonuni, men er ímóti fleiri skerjingum og nýskipanum, sum kreditorarnir í ES seta sum krav fyri, at Grikkaland kann fáa nýggj kreppulán. Í juni 2015 komu góðar 3,3 milliónir inn í skatti, í mun til knappar 3.1 í juni í fjør. Tað er ein vøkstur á góðar tveyhundraðtúsund krónur, sum í prosentum svarar til ein vøkstur á góð sjey prosent. Skatturin til Vestmanna Kommunu higartil í ár vísir eina hækking á 5,6 prosnt í mun til 2014. Tað er svarar til eina góða millión krónur. Tað var annars hann, sum ringdi til alarmsentralin og boðaði frá, at hann hevði stungið konu sína, segði politiið tá fyrst í januar Eik banki skuldi hava nýggjan nevndarlim fyri Árna Jakobsen, sum ikki varð afturvaldur í nevndina í Tryggingarfelagnum. Marion á Lakjuni er nú fyri Tryggingarfelagið í nevndini í Eik banka. Longu tann 1.juni fekk stóra inntøkan meirilutan í býráðnum í Klaksvík at boða frá, at kommunuskatturin lækkar 1,25 prosenstig í 2016. Eftir at hava vitjað millum annað Thule støðina har norðuri í Grønlandi, fer drotningin um borð á Dannebrog, sum siglir til 11 býir og bygdir í Vesturgrønlandi. Seinast, drotningarhjúnini vóru í Grønlandi, var í 2011. Margreta drotning og Heindrikur prinsur skuldu koma til Føroya nakrar dagar í juni. Men fólkatingsvalið gjørdi, at tann ferðin varð útsett. Møðgurnar Hervør H. Durhuus og Herit Magnussen eru í løtuni staddar í Cambodja. Hervør er nýútbúgvin tannlækni og Herit hevur 25 ára royndir sum klinikassistentur, og saman við felagsskapinum TUG, Tandsundhed uden grænser, hjálpa tær báðar fátøkum børnum, ið ikki hava ráð til tannrøkt. Tilsamans vóru 379 umsóknir komnar, tá freistin var farin 1. juli. Í seinasta lagi 13. juli fáa umsøkjarar at vita, um tey eru sloppin inn at lesa ella ikki. Tey flestu, ið ganga á miðnámskúla, hava okkurt at stríðast við. Tað veri seg hondbólt, fótbólt, tónleik, ball og annað. Halldis Herlufsdóttir Johansen, sum júst er vorðin pisa, hevði eisini sítt. Men tað var hvørki hondbóltur ella ball. Hon átti synirnar Lukas og Elias børn meðan hon gekk í student. Hetta var tó eingin forðing, tí Halldis bleiv pisa í summar. Fyri nógv fylgir rúsdrekka við, tá talan er um festivalar, stevnur og annað. Men tó ikki fyri øll. Summarmorgun hevur prátað við 16 ára gomlu Karitu Zachariassen, sum hevur valt rúsdrekka frá. Støðan í Grikkalandi hevur gjørt fólk so fjáturstungin, at útlendskar ferðaskrivstovur hava hópin av avlýstum ferðum, sum nú verða seldar víðari fyri ein bíligan penga. Føroysku ferðastovurnar hava ikki merkt, at føroyingar setast aftur. Hetta tí at so fáar ferðir verða seldar til Grikkalands. Føroyingar ferðast nógv mest til Mallorka og Barcelona, hagar Atlantsflog flýgur beinleiðis. Talan er ikki bara um pengar, tí Heilsumálaráðið vil vita, hvat Hægstarættur heldur um, at ein danskur stovnur í Føroyum, Føroya Rættur, sendir fólk á sjúkrahús í Danmark uttan so frægt sum at siga føroysku heilsumyndugleikunum frá. Føroyska heilsuverkið, sum hevur rættin at senda fólk á sjúkrahús í øðrum londum, fekk rokningina fyri sjúklingin, sum Føroya rættur sendi til Danmarkar. Við sakarmálskostnaði í Føroya rætti og Eystari landsrætti, sum staðfesti dómin hjá Føroya rætti, er rokningin frá Region Hovedstaden farin upp um tíggju milliónir krónur. Stóra rokningin úr Danmark er fyri uppihaldið og psykiatrisku viðgerðina hjá einum filipinskum sjómanni, sum eitt nevningating í Føroya rætti í oktober í 2006 dømdi í viðgerðarvarðhald á sjúkrahúsi, tí hann stakk skiparan á frálandsskipinum Tórsvík. Menninir, ið taka avbjóðingina upp móti 313 metrar høga Trøllkonufingrinum, eru umframt John Petersen, Pætur Jørðdal Niclasen, Jóhannus Hansen og Bergur Mikladal. Søgnin sigur, at fyrsti maður, sum klintraði upp á Trøllkonufingur, gloymdi annan vøttin á toppinum. Hann fór uppaftur eftir honum, men tá gekk orkan undan, og hann datt niður og doyði. Í 1844 gjørdu tveir mans í Sandavági eina roynd at klintra upp á høga klettin í samband við, at krúnprinsur Fríðrikur sjeyndi var á vitjan. Teir komu ikki longur upp enn umleið 200 til 260 metrar. Mette Maria Lorentzen var ákæri í rættinum í dag, og hon kravdi 12 ára fongsulsrevsing, sum er tað vanliga í slíkum málum, og tað varð eisini niðurstøðan hjá rættinum. Men ongin bretskur umboðsmaður sást fyrrenn 12. apríl, og teir fyrstu hermenninir vóru ikki i Havn fyrrenn 13. apríl. Løgtingið segði seg vera ímóti, at Føroyar komu upp í stríðið millum stórveldini. Hetta var eitt formligt mótmæli, sum ikki forðaði fyri, at bretska hervaldið fekk sømdir í Føroyum ímóti, at Føroyar vórðu latnar Danmark aftur í somu støðu, sum tær vórðu hertiknar. Í 2012 varð Nólsoyggin útnevnd at vera Ramsarøki, tí oyggin hevur ríkt fuglalív og heimsins størsta drunnhvítabøli. Síðani útnevningina hava Tórshavnar kommuna og Umhvørvisstovan arbeitt við yvirskipaðari Ramsarætlan fyri Nólsoynna. Skjóttgangandi báturin, Scorpion, hevur loyvi at sigla um Nólsoynna, um serligu treytirnar verða hildnar, at báturin siglir í mesta lagi 10 fj t innan fyri 500 metrar úr Nólsoy. Og eystan fyri Nólsoynna er eitt øki, har hámarksferðin er 5 fj t. Ramsarsáttmálin gjørdist veruleiki í 1971 og er uppkallaður eftir býnum, har sáttmálin varð tilevnaður og undirskrivaður. Í dag fevnir sáttmálin um 162 lond, teirra millum Føroyar. Talan er um millumlanda sáttmála, sum áleggur kommunum at skipa fyri tiltøkum at varðveita og tryggja skynsama nýtslu av eitt nú fuglabjørgum, ið hava serligan týdning. At Nólsoyggin er Ramsarøki, merkir eisini, at kommunan hevur skyldu regluliga at boða frá, hvat verður gjørt fyri at verja økið og fuglin, skrivar kommunan á heimasíðu síni. Heilivágurin er, sambært tíðindaskrivi frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn, mentur við støði í uppfinning, sum tveir danskir granskarar gjørdur fyri 20 árum síðani. Tá gjørdist Arne Astrup, professari, og Jens Juul Holst, eisini professari, varugir við natúrliga hormonið, sum sigur okkum, nær vit eru mett, tað verður rópt GLP 1. Í nýggju kanningini hava 3.731 feitir ella ovurfeitir royndarpersónar í 56 vikur fingið annaðhvørt Liraglutid 3,0 mg. ella placebo evni, tað vil siga eitt evni, ið onga ávirkan hevur. Eftir 56 vikur høvdu royndarpersónarnir, sum fingið Liraglutid 3,0 mg. klænkað seg í miðal 8,4 kilo, meðan royndarpersónarnir í placebo bólkinum høvdu í miðal 2,8 kilo. 3,0 mg av Liraglutid sum ískoyti til klænkikost og rørslu, hevur samband við minni kropsvekt og betri tamarhald á stofskiftinum, er niðurstøðan hjá granskarunum í nýggju kanningini, sum er almannakunngjørd í vísundaliga tíðarritinum, New England Journal of Medicine. Viðvíkjandi hjáárinum er niðurstøðan hjá granskarunum, at vanligstu hjáárinini vóru lítið sindur ella nakað av klígging og leyst lív. Álvarsligar hendingar rakti tó 6,2 prosent av sjúklingunum í Liraglutid bólkinum og 5 prosent av sjúklingunum í Placebo bólkinum. Liraglutid 3,0 mg verður givið sum innspræning, og heilivágsmyndugleikin í USA og evropeiska heilivágsumboðið hava góðkent heilivágin. Hann hevur týðandi leiðsluroyndir, er í løtuni fyribils rektari á Studentaskúlanum og HF skeiðnum í Eysturo, og hevur millum annað eisini 10 ára royndir sum deildarstjóri á Handilsskúlanum á Kambsdali, skrivar mentamálaráðið í tíðindaskrivi. Páll Isholm hevur eisini drúgvar royndir við bygnaðarligum samanleggingartilgongdum umframt kommunalar royndir. Hann var eitt skifti borgarstjóri í Gøtu kommunu. Viðskiftafólk stevndu BankNordik við kravi um, at avtalur um lán, sum tey tóku í 2006 og í 2007, skuldu halda fram sum upprunaliga avtalað varð, og at bankin ongan rætt hevði at broyta lánstreytirnar í 2012 og hækka rentuna. Onnur hildu tó fast um, at tey framvegis hava rætt til lagaligu rentuna, sum tey fingu, tá tey skrivaðu undir lánið, og stevndu BankNordik, sum tó fekk viðhald í Føroya rætti fyrst í desember í fjør. Átaksfólk eru ikki í nóg góðari venjing, tá tey skulu brúka nýggja trygdarútgerð og handfara ólukkur undir umstøðum, tey ikki eru von við. Niðurstøðan er, at átaksfólkini eru betur útbúgvin nú. Trygdarútgerðin í Norðskálatunlinum er í lagi, men víðlíkahaldið og eftirlitið við útgerðini eigur at verða betri. Ein veikleiki, sum eisini sást aftur í venjingini, er vantandi venjingin, tá átaksfólk skulu brúka nýggja trygdarútgerð og handfara eina ólukku undir umstøðum, sum tey ikki eru von við. Her krevjast fleiri venjingar, sigur eftirmetingin. Tað gongur eisini aftur í eftirmetingini, at átaksfólkini í Føroyum hava ov litla útbúgving í átaksleiðslu og leiðslu á staði, har sum fólk eru skadd. Hetta eiga avvarðandi brunamyndugleikar at seta sum eitt krav, so at øll í tilbúgvingini eru væl fyri til slíkar krevjandi og truplar uppgávur, stendur í eftirmetingini. Við í venjingini í Norðskálatunlinum 27.mai vóru Sunda sløkkilið, Skálafjarðar sløkkilið, politiið, Ambulansutænastan og Landsverk. Vit eru fyrireikað upp á, at Grikkaland fer burtur úr. Vit eru fyrireikað, um tað gerst neyðugt at veita humanitera hjálp, og vit eru fyrireikað at loysa trupulleikan nú, fyri at varveita Grikkaland í evruøkinum, og tað er tað, ið mær hóvar best, legði Juncker afturat. Eg eri ímóti, at Grikkaland fer burtur úr, men vit kunnu ikki forða tí, um griska stjórnin ikki ger tað, ið vit vænta, at griska stjórnin eigur at gera, segði formaðurin í ES nevndini. Ljóðbrptið er BBC. Janus Kamban, myndahøggari, skrivaði í sínum testamenti, at hansara ognir skuldu fara í grunn, nevndur Listamannahúsið á Dalatrøðni. Hesin grunnur skal stjórnast av nevnd, ið er hin sama sum sitandi nevnd í Listafelagi Føroya. Eitt nú stendur í testamentinum Vantandi arbeiðsumstøður hjá teimum ungu listamonnunum eru vanlig fyribrigdi. Fyri at lætta um henda tørv er tað ynski mítt, at húsið í Klokkaragøtu 42, ið stendur eftir meg, verður latið listamonnum at arbeiða í. Húsini á Dalatrøð standa eisini útlendskum listamanni í boði, í býti við onnur hús, sum kann geva føroyskum listamanni høvi at koma burtur. Nevndin fyri grunnin hevur brúkt peningin í búnum til at seta í stand húsini soleiðis, at tey nú eru klár at brúka hjá listafólki hetta í tráð við tað sum Janus ynskti. Viðskiftafólk stevndu BankNordik við kravi um, at avtalur um lán, sum tey tóku í 2006 og í 2007, skuldu halda fram sum upprunaliga avtalað varð, og at bankin ongan rætt hevði at broyta lánstreytirnar í 2012 og hækka rentuna. Onnur hildu tó fast um, at tey framvegis hava rætt til lagaligu rentuna, sum tey fingu, tá tey skrivaðu undir lánið, og stevndu BankNordik, sum tó fekk viðhald í Føroya rætti fyrst í desember í fjør. Eystari landsrættur avgjørdi, at tey 20 fólkini, sum stevndu BankNordik, skulu rinda sakarkostnaðin hjá bankanum í Landsrættinum, 125.000 krónur Seyður dálkar bygdina og gongur í urtagørðum. Hesum slepst undan við vetrarfriðingini sigur Dánjal Petur M ller, borgarstjóri í Kvívík. Eftir ætlan skuldi Marknagilsdepilin standa klárur at hýsa fyrstu næmingunum frá skúlaárinum 2016, men tað verður eftir øllum at døma av ongum. Byggingin koyrir nú aftur, sum hon skal, men roknivillan hevur havt við sær, at byggingin nú er áleið tríggjar mánaðir seinkað í mun til upprunaligu tíðarætlanini, sigur Ewald Kjølbro, stjóri í Landsverki, sum er byggiharri. Ewald Kjølbro sigur, at tað ber til at seta eyka arbeiðsorku inn, so skúlin verður liðgur rættstundis, men at tað ikki verður mett at vera ráðiligt. 20 ára gamla Anna Malan Jógvansdóttir er eitt sera kreativt menniskja. Hon hevur víst síni kreativu evnir í alskyns listagreinum. Hon hevur millum annað verið við í leikinum Grease, har hon spældi Frenchy, ið var ein av høvuðsleiklutunum. Eisini er hon ein av teimum ungu, sum sýndi fram á várframsýningini í Listaskálanum. Harafturat hesum hevur hon júst givið út sítt fyrsta yrkingasavn. Savnið ber heitið Undirfloyma . Undirfloyma er eitt yrkingasavn, ið er býtt upp í tríggjar partar, sum snúgva seg um myrkur, hav og glas. Yrkingar hennara lýsa eitt innara landslag umvegis náttúrulýsingar. Anna Malan leggur stóran dent á, hvussu týdningarmikið tað er, at vit menniskju viðurkenna, at vit ikki altíð eru fullkomin og klára alt. Hetta er ein av orsøkunum til, at hon valdi at taka endaligu avgerðina um, at geva savnið út. Oftani fáa vit ikki ordiliga prikað hol á tað, sum liggur og bylgist innaní. Hetta er ein ómetaliga tung byrða at bera, ið einki menniskja kann klára, tí tað bara tyngir og tyngir, greiðir Anna Malan frá. Tað verður gjørt sum uppskot til samtyktar um at geva løgmanni, Kaj Leo Holm Johannesen, og fyrrverandi landsstýrismanni við Innlendismálum, Kára P. Højgaard, eitt nefs. Full semja var ikki í stýrinum um tað uppskotið, sum segði, at uppsjóvarvirki og kryvjivirki skuldu ikki vera við í fiskavirkisskipanini. Eyðfinnur Jacobsen, formaður í ALS stýrinum, sigur, at full semja er í stýrinum um nýggja uppskotið, sum er latið Vinnumálaráðnum. Men tað bilar ikki nú, sum skilst. Støðan hjá ALS er vorðin frægari enn hon var, tí arbeiðsloysið í Føroyum er so lítið. Nú veksur í kassanum hjá ALS aftur. Í dag eru vit uppi á Hotel Føroyum, tí í dag vilja vit vita, hvat fer fram eftir at seyðurin er flettur, og hvør matur kemur av seyði. Vit tosa við Leif Sørensen, sum er kokkur. Eisini hitta vit seyðamannin Óla, sum eigur eina heilt serliga ær. Landsstýrið hevur sett ein arbeiðsbólk at gera uppskot um politikkin og eina heildarætlan við átøkum, sum geva skapandi vinnuni í Føroyum umstøður at mennast og vaksa. Í arbeiðsbólkinum eru Oyvindur av Skarði úr Vinnumálaráðnum, Alda Joensen úr Mentamálaráðnum, Johannes Pauli Poulsen úr Fíggjarmálaráðnum og Elisabeth Fransiska Rasmussen av Løgmansskrivstovuni. Skapandi vinna hevur mentanarligt og skapandi grundarlag. Rávøran hjá skapandi vinnu er eginleikin at hugsa, skapa og endurnýggja, sigur landsstýrið í tíðindaskrivi. Arbeiðsbólkurin fer at kanna millum annað, hvussu stórur partur, skapandi vinna er í føroyska búskapinum, og hvussu skapandi vinna kann vera grundarlag fyri trivnaði og fólkavøkstri í Føroyum. Nú vil landsverk hava permanenta loysn til innsiglingina til Skopunar Havn og hevur biðið um eykajáttan fyri at fáa grótið burtur. Játtar løgtingið Landsverki eykajáttanina verður farið undir arbeiðið alt fyri eitt, sigur rakstrarleiðarin, Mikkel Heide Frandsen. . Grunnurin veðheldur fyri láni, í mesta lagi tvær milliónir krónur, hjá fyritøkum, sum sjálvar ikki megna at veita nóg stóra trygd. Í nøkur ár hevur verið tosað um geva Føroyum og Grønlandi atgongd til Vækstfonden. Leiðslan í grunninum var í Føroyum í mars og kunnaði myndugleikar, fíggingarstovnar og fyritøkur her um grunnin. Í mars 2011 lovaði Lars Løkke Rasmussen, sum eisini var forsætisráðharri tá, Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, at Føroyar sluppu fram at Vækstfonden og øðrum slíkum donskum skipanum. Av Norðurlondum er Ísland ovast, Ísland liggur sum nummar 23, og er farið 14 pláss upp eftir listanum. Danmark er nummar 24, Svøríki nummar 33, Norra nummar 67 og Finnland er nummar 90. Jonna og Elin vitja á MBM, sum stendur fyri Meginfelag Búnaðarmanna. Tey gera alt møguligt til matnað, burtur úr føroyskari mjólk. Á kommunuvalinum í november næsta ár skulu veljarar í øllum Norðoyggjum velja eitt felags eldraráð. Tað mælir umsitingin hjá Klaksvíkar býráði til. Í Klaksvíkar kommunu er eldraráð. Í hinum fimm kommununum í Norðoyggjum er ikki eldraráð. Í skránni fyri býráðsfundin í Klaksvík í kvøld stendur, at í løtuni hevur bara Klaksvíkar kommunu í Norðoyggjum eldraráð. Tí er ikki samsvar millum brúkarapartin, har bara Klaksvíkar kommuna er umboðað, meðan myndugleikarnir í øllum kommununum í Norðoyggjum arbeiða saman í Norðoya Bú og Heimatænastu. Fyri at fáa javnvág millum hesar partar samsvarandi eldralóggávuni mælir umsitingin hjá býráðnum í Klaksvík hinum kommununum í Norðoyggjum til at velja felags eldraráð fyri allar kommunurnar á næsta kommunuvali. Ove Randrup er kommiserur á deildini fyri stuldur hjá løgregluni í Keypmannahavn. Hann sigur, at teirra kanningar eru lidnar og nú hyggja teirra løgfrøðingar eftir tilfarinum, áðrenn avgerð verður tikin, um tað er grundarlag fyri at ákæra verður reist. Avgerð um hetta verður tikin skjótt men Ove Randrup fæst ikki at siga nær. Fleiri fólk eru avhoyrd, men løgreglukommiserurin vil ikki siga hvussu nógv. Hann vil heldur ikki siga, um tað eru ein ella fleiri fólk, sum eru undir illgruna ella hvussu nógvar pengar talan er um. Málið byrjaði annars ógvuliga einfalt. Fyriskipararnir gjørdu vart við, at tónleikafestivalurin MíttLand, sum var á Amager í Keypmannahavn 5. og 6. september í fjør, var komin í fíggjarligar trupulleikar, tí fleiri hundraðtúsund krónur vóru stolnar. Og tí kundu teir ikki rinda tónleikarunum løn. Men fyriskipararnir søgdu seg vita, hvør hevði tikið pengarnar. Kortini var málið ikki meldað til løgregluna fyrr enn tvær vikur eftir, at fyriskipararnir boðaðu frá, at onkur hevði stolið úr kassanum. Viðkomandi, sum sambært fyriskiparunum hevði stolið pengarnar, var ein, sum stóð festivalinum nær, søgdu teir. Síðani hevur verið ógvuliga lítið at frætt um málið. Í oktober í fjør váttaði løgreglan í Keypmannahavn, at málið varð meldað og at tey fóru at gera avhoyringar í málinum. Í januar frættist so, at tónleikararnir, sum spældu á MíttLand høvdu fingið sína løn. Tað komst ikki av, at stolni peningurin var komin aftur í aftur, men tí at Gudmundur Djurhuus, ein av fyriskiparunum av MíttLand, skipaði fyri eini konsert á Tvøroyri millum jól og nýggjár. Yvirskotið av hesi konsertini varð brúkt at rinda løn til tónleikararnar, sum spældu á MíttLand. Tá visti Gudmundur Djurhuus ikki at siga, um festivalurin verður aftur í ár. Tann spurningin fær hann heldur ikki svarað í dag. Greitt er tó, at í næstum fæst svar, um grundarlag er fyri at royna málið um stuldurin á MíttLand í rættinum. Garðahúsið skipar fyri einari áhugaverdari útikonsert í urtagarðinum hjá teimum. Garðurin er áleið 150 ára gamal. Tað er ikki bert garðeigarnar Jákup og Lena, ið hava fingið gleði av garðinum. Eisini detta bæði bygdafólk og ferðafólk inn á garðin, har tey njóta fuglasongin við einum kaffimunni. Garðahúsið skipar tískil fyri útikonsertini, ið ber heitið Blómutónar , har millum annað Kristina Bærendsen, Magni Christiansen, Signar í Homrun luttaka. Men niðurstøðan hjá dómsvaldinum er ræðandi, sigur Ali Celebi. Hon krevur, at politikararnir gera okkurt fyri at verja viðskiftafólkini hjá peningastovnunum betur Hann sigur, at tey nú fara nú, saman við advokatinum Jacob Grøndahl, at vita, hvørjar avleiðingar, dómurin hevur, og hvat tey annars skulu gera. Ali Celebi sigur, at sum tey lesa dómarnar, so staðfesta bæði Føroya rættur og Eystari landsrættur, at ráðgevingin og sølutilfarið hjá bankanum var ógreitt og ivasamt, og skuldarbrævið sigur okkurt annað enn tey fingu at vita frá bankaráðgevunum og í tilfari bankans. Ali Celebi sigur, at sjálvandi eiga fólk at lesa eitt skuldarbræv, áðrenn tey skriva undir. Men tey eiga so sannliga eisini at kunna líta á ráðgevingina hjá einum banka Ali Celebi leggur aftrat, at sambært dóminum er kunngerðin um góðan bankasið skúgvað til viks, men kortini vinnur BankNordik málið Jonna og Elin vitja á Tavuni í Leirvík, har tær hava sett sær fyri at finna útav, hvussu fiskapylsa verður gjørd. Tá man kemur innar, so er bara at fylgja luktinum av fiskafrikadellum, so finnur man onkran at práta við. Lítliskúlin, sum er heitið á skúlanum, er eitt samskipað undirvísingartilboð, har forskúli, skúli, frítíðarskúli og musikkskúli renna saman í eina heild. Ætlandi er skúlin klárur til skúlabyrjan í 2016. Í Lítlaskúla er ætlanin at taka umleið 16 næmingar inn á hvønn árgang. At ikki taka meira næmingar inn, er fyri at hava størri frælsi til at laga undirvísingina til ymiska tørvin hjá børnunum. Ullamóttøkan verður hjá Búnaðarstovuni í Kollafirði. Reiður peningur verður tó ikki ikki latin fyri ullina. Ístaðin fáa fólk vørur frá Sirri í býti. Næmingarnir, sum hava søkt inn eftir aspirant skipanini, fáa í hesum døgum nærri kunning frá Vinnuháskúlanum. Sambært stjóranum verður greitt seinni í juli, hvør næmingur fær siglingstíð við hvørjum skipi. Partarnir av uppskotinum, sum eru komnir alment fram, benda á, at stjórnin í stóran mun hevur gingið krøvunum frá ES á møti um sparingar og nýskipanir. ES skipanin í Bruxelles váttaði ígjárkvøldið, at tey hava fingið pappírini. Møguleiki er tó fyri, at onkur seinking kann verða, tí uppskotið skal góðkennast í grikska parlamentinum í dag. at skattur og mvg skulu hækka, og at stjórnin fer at halda fram við privatiserings ætlanini, sum millum annað fevnir um fleiri av størru griksku havnunum. stjórnin fer at taka burtur mvg fyrimunir fyri grikskar oyggjar, og fer at laga til mvg ið, sum gistingarhús og matstovur skulu rinda, sum hevur verið galdandi við atliti at ferðavinnuni. broytingar í griksku pensjónsskipanini, sum partar av ES skipanini í Bruxelles halda verða ov dýra at reka. Í stuttum skjýtur grikska stjórnin upp at útfasa serligan bonus, sum 180 túsund grikskir pensjónistar fáa. Afturfyri væntar grikska stjórnin, at ES tekur undir við at niðurskriva part av griksku skuldini, og uppskotið letur eisini upp fyri nýggjum búskaparligum hjálparpakka til Grikkaland, sum ber í sær, at Grikkaland verður verandi í evru økinum. Grikska stjórnin væntar at fáa trý ára lán upp á tilsamans 53,5 miljardir evurur, sum svarar til slakar 400 miljardir krónur. Peningurin skal brúkast til at rinda aftur skuld. Møguleiki er tó fyri, at innanhýsis mótstøða í stjórnarflokkinum hjá Alexis Tsipras, Syriza, kann leggja fótonglar fyri uppskotinum hjá stjórnini. Vinstrivongurin í Syriza, sum er sløk helvtin av stjórnarbólkinum í Syriza, hevur orkumálaráðharran, Panagiotis Lafazanis í oddinum. Hann hevur fyrr greitt víst aftur at fremja skerjingar. Pól Jóhannus Justinussen skoraði tvey mál, meðan Jens Joensen og Klæmint Andrassarson Olsen skoraðu hini bæði málini í málríka sigrinum hjá runavíkingum. Sigurin er tó ikki nóg mikið til at NSÍ kemur víðari í kappingini. Linfield vann nevniliga fyrra dystin 2 0. Víkingur stóð seg eisini sera væl á útivølli móti norska stórfelagnum Rosenborg. Víkingur spældi málleysan javnleik yviri í Tróndheimi, og fekk tí eitt slag av uppreisn fyri 0 2 tapið á heimavøll í síðstu viku. Verri gekk hjá HB sum á heimavøllinum á Tórsvølli tapti 4 1 fyri litaviska liðnum FK Trakai. Litaviska liðið fer tí víðari í kappingini við einum samanlagdum 7 1 sigri. Rakul Jónheðisdóttir Tróndheim f.1991 hevur lisið til bachelor í enskum og religión á University of Stirling í Skotlandi og lesur í løtuni til kandidat í enskum á Københavns Universitet. Ringrás í mjørka er hennara fyrsta yrkingasavn. Yrkingarnar í Ringrás í mjørka eru ofta minnisbrot frá yngri árum, har lívið mangan var einfalt og lukkuligt. Jonna hittir Anniku Hoydal, sum sigur um sangin, at hon hugsaði um, hvussu hon hevði tað sum barn, tá ið hon skrivaði Blunda blunda. Hoyr samrøðu við 20 ára gomlu Jóhonnu Norðberg Niclasen, sum ikki einans bergtók morgunvertirnar. Helvtin av Kringvarpinum slepti bæði penn, pappír og telefon og leitaði sær inn í Studio 5 at síggja, hvør átti hesa røddina av Guðs Náði væl stuðlað av gittartónum frá Árna Jóhannesarsyni Sangurin hevur eina heilt serliga søgu, tí hann er skrivaður um og til ein drong, ið eitur Sjúrður, og hann er í einari bók, sum bara eitt eintak er til av í heiminum. Hvussu er tað at hava ein sang skrivaðan um seg sjálvan Jonna vitjar Elisabeth Mariu og Elinborg og prátar við tær um, hvussu tað er at vera við í einum sangi. Løgmaður gav tinginum skeivar upplýsingar, og breyt tískil lógin um ábyrgd landsstýrismanna, staðfesti kanningin hjá Hans Gammeltoft Hansen. Sambært formonnunum í Framsókn, Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum, er hetta álvarsligasta og mest grundleggjandi lógarbrotið, ið kann fremjast hjá einum stjórnarleiðara ímóti tí fólkavalda tinginum í eini demokratiskari skipan, og tí heita teir á øll tingfólk og allar flokkar í tinginum um at taka undir við at kallatingið saman sum skjótast. Høgni Hoydal, Aksel Johannesen og Poul Michelsen hava í dag sent tingfólkum bræv, har teir heita á tey um at kalla tingið saman sum skjótast. Sambært andstøðuni, er tað ikki ein ein spurningur um samgongu og andstøðu. Men ein spurningur um tingræði, tign, og at tingið er evsti politiski myndugleiki, sum umboðar fólkið. Poul Michelsen, Aksel Johannesen og Høgni Hoydal siga í brævinum, at teir hava væntað og vónað, at løgmaður sjálvur fór at taka avleiðingarnar av hesum og leggja frá sær. Men tá tað ikki er hent, halda teir, at Løgtingið sjálvsagt eigur at koma saman sum skjótast at staðfesta sítt demokratiska vald og at áseta bæði tær rættarligu og politisku avleiðingarnar. Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn hava 12 tingfólk tilsaman, og tað skulu 14 undirskriftir til at kalla tingið saman, og tí hava teir brúk fyri undirskriftum úr samgonguni. Síðani oktober í fjør er Dimmalætting komin út hvønn fríggjadag. Tað hevur verið eitt stórt sveiggj í søluni av blaðnum hesar níggju mánaðirnar blaðið hevur verið á marknaðinum sum vikuskiftisblað, men tað melir runt sum nú er. Føroya Fiskimannafelag, Føroya Skipara og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið heita á sínar limir ikki at mynstra við skipum, sum eru reidd út av Aleksander Nordenskjold Vilhelm í Vági og Finnbjørn Poulsen í Lopra. Fakfeløgini vilja ikki, at limirnir á nakran hátt taka lut í virksemi, sum hesir standa fyri umborð á skipum. Vágatunnilin verður latin landinum árskiftið 2016 2017. Spurningurin er, um løgtingið fer at seta átta milliónir krónur meira á fíggjarlógina, ella um viðlíkahaldið skal takast av tí, sum til eina og hvørja tíð stendur á kontoini hjá Landsverki til viðlíkahald av vegakervinum. Sea Shepherd fer sjálvandi at misbrúka fráboðanarskylduna í grindalógini, og tað ræður um at broyta hesa orðingina skjótast tilber, heldur Bjørt Samuelsen, sum er næstforkvinna í Vinnunevndini. Kári P. Højgaard, Janus Rein og Aksel V. Johannesen, sum vóru í vinnunevndini, tá lógin var til viðgerðar har, halda eisini, at tað er rætt, at løgtingið fer at viðgera fráboðanarskylduna. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, vil kortini hava lógina, sum hon er nú. At vera radioamatørur í Føroyum er forkunnugt, tí her eru so fáir, og so eru teir ikki so ofta at hoyra, heldur Ólavur Frederiksen. Í dag eigur Oliver Debes onkustaðni millum 100.000 og 150.000 krónur til góðar hjá reiðaranum Alex N. Vilhelm, og fiskimaðurin kennir seg fullkomiliga sleptan uppá fjall. Oliver Debes hevur ikki so frægt sum fingið sín egna sáttmála útflýggjaðan, og hann hevur lítlar vónir um nakrantíð at fáa sínar pengar. Starvið er áramálssett í bara tvey ár. Freistin at søkja starvið sum læknastjóri, ella varastjóri, á Landssjúkrahúsinum er til 18.august. Starvið gjørdist leyst, tá Anders Bøgesvang segði upp í februar, bara eina viku eftir, at sjúkrahússtjórin, Sigurð Ó. Vang, segði upp. Anders Bøgesvang var fyribilssettur varastjóri, hálva tíð, í eitt ár. Hann arbeiðir annars sum serlækni í Haugesund í Noregi. Umframt sjúkrahússtjóran eru tveir varastjórar á Landssjúkrahúsinum. Naina Túgvustein er annar varastjórin og í løtuni virkandi sjúkrahússtjóra, til Johnny í Grótinum tekur við sum sjúkrahússtjóri. Eftir at Áhugafelagið Lund við Spónhyl var stovnað 19. mai 2015, verður nú farið undir at gera náttúrulundina, sum kann vera nýtt til rekreativ endamál. Náttúrulundin fer at vera 14.431 fermetrar til støddar og hon er staðsett vestantil á eiðinum á Viðareiði, niðan fyri skúlan, har sum ein stórur hylur var í gomlum døgum, nevndur Spónhylurin. Nógv tilfar skal til at gera lundina. 12.600 rúmmetrar av eyri skulu til at byggja heyggjar við ymiskum skapi fyri at geva lívd. Oman á heyggjarnar skal mold leggjast, og runnar og annar vøkstur gróðursetast. Tríggir hylar skulu gerast, og til hetta og at gera gøtur ímillum heyggjarnar skulu 7.000 rúmmetrar av gróti brúkast. Miðskeiðis í økinum verður eitt torg, ið hóskar til ymisk tiltøk. Grót og skervur kemur úr Viðareiðistunlinum eyrur kemur frá avgrevstri inni í Dølum. Sáttmáli er gjørdur við Articon um at gera heyggjarnar, byrgingarnar og gøturnar. Teir fara í gongd við arbeiðið fyrsta dagin og eru lidnir í seinasta lagi 1. november 2015. Hagstovan upplýsir, at til 1.juli fingu føroyingar og onnur, sum arbeiða í Føroyum, tríggjar milliardir og 854 milliónir krónur í løn, 250 milliónir og sjey prosent meira enn í fjør. Føroyar fingu fyrrapartin gull og silvur heiðursmerki á Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri ung. Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag og Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag svumu 800 metra frísvimjing víð tíðunum 9.23.65 og 9.25.45. Tíðin hjá Sáru, sum fekk gull, er nýtt føroyskt juniormet. Føroyska metið eigur Mona Simonsen, tað er 9.18.65 og varð sett á heimsmeistarastevnuni í Melbourne í 2007. Danska Silja Nielsdóttir Hansen, sum hevur føroysk ættarbond, vann bronsu í 800 metra kappingini fyrrapartin. Tað er fyri at fáa staðfest prinsippið, at bara sjúkrahúsverkið í Føroyum kann senda sjúklingar í viðgerð í øðrum londum, Føroya rættur kann til dømis ikki gera tað, at Heilsumálaráðið nú fer í Hægstarætt við Region Hovedstaden í málinum um ein filipinskan sjómann við føroyskum skipi, sum Føroya rættur dømdi í varðhaldsviðgerð í Danmark. Heilsumálaráðið hevur ráðført seg við danska advokatin Ole Spiermann, og hann mælti til at royna málið í Hægstarætti. Karsten Hansen, landsstýrismaður, ivast ikki í, at tey hava eina góða sak Er kaffi gott ella ringt fyri heilsuna Tað hava vit tosa nógv um seinastu árini. Nøkur hava hildið, at ov nógv kaffi skuldi verja móti millum annað sukursjúku og fiti. Onnur hava hildið, at tað ikki er gott fyri blóðtrýstið at drekka meira enn fýra koppar um dagin. Men onki av hesum er sætt. Granskarar við univeristetið í Keypmannahavn eru komnir til ta niðurstøðu, at kaffi ger hvørki frá ella til, tá talan er um hesar sjúkurnar. Um tær dámar væl at drekka kaffi, so er bara at halda fram við tí. Og um tær ikki dámar kaffi so lat vera. Tí tað hevur ongan týdning fyri fiti, sukursjúku, kolesterol tøl og blóðtrýst, um tú drekkur kaffi, sigur Børge Nordestgaard, professari og yvirlækni í Keypmannahavn. Granskararnir hava kanna fleiri ílegur ella gen, sum ávirka okkara hug at drekka kaffi. Fleiri hava hesar serligu kaffi ílegurnar, sum merka, at tey drekkur meira kaffi enn tey, sum ikki hava hesar sokallaðu kaffi ílegurnar. Kanningin, sum akkurát er almannakunngjørd í altjóða tíðarritum, byggir á DNA og upplýsingar um kaffi og lívsstílssjúkur hjá 93.000 dønum. Við tveimum málningum eftir danska málaran Carl Henning Pedersen, sum vóru mettir at vera verdir okkurt um 200.000 krónur, sum trygd, fingu Vagn William Andersen og felag hanssara Sydporten Aps eina hálva milliard krónur í láni frá Eik í Danmark. Pengarnir vórðu brúktir til íløgur í fastognir. Ein onnur trygd var veð í einum fronskum felagi, sum einki átti uttan eigaraskapin hjá Vagn William Andersen í einum marglætishúsum í Fraklandi. Eitt vað, sum vísti seg at vera líka lítið vert sum málningarnir, tí teir, sum skilst, vóru falskir. Vagn William Andersen er nú dømdur fyri skattasvik og skuldarsvik fyri 22 milliónir krónur tilsamans. Harafturat fekk hann góðar níggju milliónir krónur í bót og 13 milliónir verða tiknar frá honum. Tær eru ólógligur vinningur av einari húsasølu í Fraklandi, skrivar Ekstrablaðið. Vagn William Andersen missir eisini rættin at reka vinnuvirksemi í fimm ár, og hann fekk hálvtfjórða ára fongsulsrevsing, men skal bara sita hálvt ár, tí hann er so gamal, hann er 73. Fyri 30 árum síðani fekk Vagn William Andersen, sum var krabbameinsgranskari, hálvtfimta ára fongsulsrevsing fyri at smugla 102 kilo av hashi til Danmarkar. Tá æt hann Vagn Bremerskov Jensen. Í mai fingu Brian Toft og Jesper Clausen, sum vóru stjórar í Eik Bank Danmark, 30.000 krónur hvør í bót fyri at hava lænt Vagn William Andersen alt ov nógvar pengar. Báðir noktaðu seg sekar í ákærunum hjá Bakmanspolitinum, sum kravdi 50.000 krónur í bót. Sambært hesum málinum bant Eik seg til at hefta fyri 283 milliónum, sum BRF Kredit átti hjá Sydporten Aps. Hetta var seinnapartin í gjár, tá maðurin varð biðin um at fara úr SMS, tí hann var drukkin. Men í staðin fyri at gera, sum vaktarmaðurin bað hann um, gav maðurin vaktarmanninum nevan. Maðurin er ein kenningur hjá politinum, so politiið avgjørdi at biðja um grundlógaravhoyring í dag fyri at fáa mannin varðhaldsfongslaðan. Maðurin noktar seg sekan í harðskapi, men hann varð varðhaldsfongslaður í fýra vikur. Í dag fekk politiið boð um órudd við Syðradalsskarð við Oyggjarvegin. Sambært politinum í Havn er líkt til, at onkur hevur ruddað ein kjallara ella eitt úthús, tí har liggja timbur, ein ár, boyur og ymiskt annað. Tað er ólógligt at tveita burturkast soleiðis í náttúrina. Politiið kannar nú, um til ber at finna tann, sum hevur givið Syðradalsskarði og ikki Brennistøðini óruddið. Um seks tíðina í morgun tók løgreglan ein bilførara millum fjarða í Eysturoynni. Eisini hann er skuldsettur fyri at koyra ávirkaður. Um eitt tíðina í nátt varð løgreglan boðsend, tí ein persónur hevði brotið inn í eini hús, har hann ikki longur hevi atgongd. Ein rútur varð brotin, og viðkomandi er skuldsettur fyri herverk. Klaksvíkar Býráð hevur einmælt samtykt, at Klaksvíkar Kommuna skal skjóta upp fyri hinum kommunum í norðuroyggjum at seta á stovn eitt felags eldraráð fyri allar norðoyggjarnar, galdandi frá komandi kommunuvalskeiði. Í sambandi við at eldraøkið er lagt til kommunurnar at umsita og ábyrgdast fyri, er tað ásett í eldralóggávuni, at kommunurnar í einum samstarvsøki tað vil siga eitt nú í norðoyggjum kunnu skipa fyri vali av felags eldraráði fyri Norðoyggjar. Í løtuni er tað bert Klaksvíkar kommunu, sum hevur eitt eldraráð. Tískil er ikki samsvar millum brúkarsíðuna, har bert Klaksvíkar kommuna er umboðað, meðan allar kommununar í Norðoyggum samstarva á myndugleikasíðuni, har tær verða umboðaðar av Norðoya Bú og Heimatænastu, heldur umsitingin hjá býráðnum. Fyri at fáa javnvág millum hesar partar samsvarandi eldralóggávuni, mælti umsitingin til, at Klaksvíkar kommuna skuldi skjóta upp fyri hinum kommunum, at eitt felags eldraráð fyri allar kommunurnar í Norðoyggjum verður valt. 14 ára gamla Sára Rygshamar Nysted úr SuSvim vann gull í 800 frí, 400 blandað, 200 frí 400 frí og 200 blandað, og silvur í 100 metra frí, og Vár Erlingsdóttir Eidesgaard vann silvur í 800 frí. Norðurlendsku Meistarastevnan endaði í dag, og tey, sum svumu fyri Føroyar vóru Sára Ryggshamar Nysted, Suðuroyar Svimjifelag,Vár Erlingsdóttir Eidesgaard, Havnar Svimjifelag,Rókur Trygvason, Reysti og Birni Sigvardsen, Havnar Svimjifelag. Tað er enn ógreitt, um andstøðan fær stuðul úr samgonguni at kalla tingið saman at viðgera frágreiðingina hjá Hans Gammeltoft Hansen. Formenninir í Framsókn, Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi hava sent øllum flokkum á tingi og tinglimum bræv, har teir heita á tey um at taka undir við, at tingið verður kallað saman. Andstøðan heldur, at málið er ikki ein spurningur um samgongu og andstøðu. Tað er ein spurningur um tingræði, tign og at tingið er evsti politiski myndugleiki, ið umboðar fólkið. Sambært niðurstøðuni í frágreiðingin hjá Hans Gammeltoft Hansen segði løgmaður ósatt fyri tinginum og breyt tískil lógina um ábyrgd landsstýrismanna. Tað er brævið frá teimum trimum andstøðuflokkunum, Framsókn, Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi, ið vilja hava tingið kalla saman at viðgera kanningina hjá Hans Gammeltoft Hansen, kanningarstóra, ið undrar tingmannin hjá Sambandsflokkinum. Skal tingið kallast saman, má tingið hava eitt ítøkiligt uppskot at viðgera. Men her er einki uppskot klárt. Tí má andstøðan fyrst vera samd um, hvat hon vil, sigur Helgi Abrahamsen. Poul Michelsen, formaður í Framsókn, sigur, at hann er til reiðar at seta fram misálit á løgmann, gerst tað neyðugt. Men tað verður so ikki við undirskiftini hjá Helga Abrahamsen. Vit eru til reiðar til eitt kompromi. Tað skylda vit fólkinum í Evropa, sum vilja hava eitt sameint Evropa, og ikki eitt spjatt Evropa. Vit kunnu røkka einari semju í kvøld, um allir partar vilja tað, segði griski forsætisráðharrin við fjølmiðlar, tá hann fór á fund seinnapartin. Fundurin byrjaði klokkan 14.00. Hinvegin var týski kanslarin, Angela Merkel, ikki so bjartskygd. Tað verður ikki ein semja fyri einhvønn prís, segði hon við fjølmiðlarnar. Sjálvur heldur Poul Michelsen, at tingið átti at verið kalla saman í stundini, tí tað er álitið á alla ta politisku skipanina, ið stendur upp á spæl. 337 umsóknir eru til tær átta bachelor útbúgvingarnar. Av hesum hava 149 søkt um upptøku eftir kvotu 2 og 189 eftir kvotu 1 skipanini. Flokkurin Venstre kravdi, at IA atkvøddi blankt í øllum tingmálum, sum bara viðvíkja Danmark, aftur fyri at fáa formanssessin í Grønlandsnevndini í fólkatinginum. Og tað vildi IA ikki, sigur Aaja Chemnitz Larsen, fólkatingskvinna, sum er vónsvikin, nú Grønland fyri fyrstu ferð í 20 ár ikki stendur á odda fyri Grønlandsnevndini í fólkatinginum. Marcus Knuth í Venstre er formaður í Grønlandsnevndini. Aaja Chemnitz Larsen sigur við KNR, grønlendska kringvarpið, at tað er søguliga harmiligt og vísir, hvussu lítil virðingin er fyri grønlendingum og Grønlandi. Hon sigur, at serliga Sosialdemokratarnir hava svikið Grønland, tí reyði vongurin í fólkatinginum læt uttan nakað frá sær formanssessin í Grønlandsnevndini. Sjúrður Skaale heldur fram sum formaður í Føroyanevndini fyrstu tíðina. Sjúrður Skaale var eisini formaður farna valskeið, og nú nýggj stjórn hevur tikið við, heldur Sjúrður Skaale fram sum formaður. Men semja er gjørd um, at Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi býta valskeiði ímillum sín, so Sjúrður Skaale er formaður tvey tey fyrstu árini, og fólkatingsumboðið hjá Tjóðveldi, tekur við formanssessinum tey bæði seinni árini av valskeiðinum, sigur Sjúrður Skaale. Høgni Hoydal hevur biðið um farloyvi úr Fólkatinginum frá 28.juli, og tá tekur næsti maður á listanun, Magni Arge, við fólkatingssessinum. Í alt fekk Fróðskaparsetrið 381 umsóknir. Tað merkir, at 133 umsøkjarar fáa at vita, at tey eru á bíðilista ella ikki sleppa undir víðari lesnað á Fróðskaparsetrinum á hesum sinni. Tí varð hon send oman í Reinsaríið at siga frá tungmálmskonsertini við Goresquad, Reduced to Ash, Synarchy og Sic. Men úrslitið varð meira enn ein frásøgn frásøgnin skifti ham gjørdist ein granskingarferð inn í ein heim, ið er knýttur at nógvum fordómum og ókunnleika. Nýggi dokumentarfilmurin um Kurt Cobain, forsangara í Nirvana, varð sýndur í Havnar Bio í seinastu viku. Finnur Koba beyð Knúti Háberg Eysturstein, ið hevur lisið tónleikavísindi, í útvarpsstovuna at práta um filmin og um bólkin. Tað er eingin ivi um, at pensjónistarnir og búfólkini lívgast upp, tá tey sleppa at hugna sær við rørslu og tónleiki. Hoyr frásøgnina, sum varð send í Summarmorgni tann 13.juli 2015. Her hitta vit millum annað Gertrud ella Dudduna, sum ikki fær dansað, tí hon ikki fær gingið. Formaðurin í ES ráðharraráðnum, Donald Tusk, skrivaði á Twitter í morgun, at komið er fram til eina semju millum Grikkaland og ES og at ES londini eru samd um avtaluna. Hvussu endaliga avtalan sær út er enn ikki greitt. Men greitt er, at hørð krøv verða sett Grikkalandi fyri at veita landinum fleiri lán. Greitt er eisini, at griska tjóðartingi longu í morgin ella mikudagin skal samtykkja at seta fleiri nýskipanir í verk, sum skulu fáa búskapin aftur á beint, áðrenn ES er sinnað at veita fleiri lán. Griski forsætisráðharrin, Alexis Tsipras, ásannar, at Grikkaland stendur fyri stórum avbjóðingum næstu tíðina, og truplar avgerðir skulu takast. Hetta hava verið truplar samráðingar, men við avtaluni sleppa vit undan einum enn størri búskaparligum skrædli og at bankarnir fara av knóranum, segði Alexis Tsipras stutt eftir at avtalan var gjørd. Eitt tíðindafólk í Kringvarpinum bað Vinnumálaráðið um at sleppa at síggja partaeigarasáttmálan millum Framtaksgrunnin og privatu íleggjarnar um P f Smyril Line og Norrønu. Vinnumálaráðið segði nei, tí tað hevur stóran fíggjarligan týdning fyri tey, sum settu pengar í Smyril Line, at partaeigarasáttmálin ikki gerst almennur. Avgerðin varð kærd til Løgtingsins umboðsmann, sum sigur, at Vinnumálaráðið gjørdi ikki eina ítøkiliga meting um vandan fyri fíggjarligum missi. Andstøðan hevur framvegis onki frætt frá samgonguflokkunum um at fáa tingið saman, áðrenn Ólavssøku at viðgera niðurstøðuna hjá Hans Gammeltoft Hansen, kanningarstjóra. Tí vilja Framsókn, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi hava tingið kalla saman, og fríggjadagin sendu teir øllum tingfólkum og øllum flokkum á tingi bræv um at taka undir við at fáa tingið kallað saman sum skjótast. Tað er ikki ein spurningur um samgongu og andstøðu. Men ein spurningur um tingræði, tign, og at tingið er evsti politiski myndugleiki, sum umboðar fólkið. , siga teir tríggir flokkarnir í brævinum til tingfólk. Men tingfólk í samgonguni lata ikki við seg koma. Einasti tinglimur, ið hevur latið frætta frá sær, er Helgi Abrahamsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin. Jenis av Rana sigur við útvarpið í dag, at Miðflokkurin fer at viðgera støðuna mikudagin, men hann heldur ikki, at tað er Miðflokkurin, ið hevur drigið málið út, og Jenis av Rana heldur, at andstøðan hevur ligið sjóvarfalli av sær, tí Miðflokkurin saman við Páll av Reynatúgvu, tingmanni hjá Busseigarin kærdi avgerðina hjá Akstovuni um at krevja trygdarbelti í bussin sløk fýra ár eftir, at Akstovan góðkendi bussin, sum ikki hevði lógarkravdu trygdarbeltini. Bussurin kom til Føroya tann 23.mai í 2011. Hann hevði onga sýnstíð hjá Akstovuni tann dagin, men varð settur í garðin hjá Akstovuni, um onkur avlopstíð skuldi verið tann dagin. Tað var tað. Trupulleikin við hesi skipan er tó, sigur Akstovan, at í minna lagi av tíð kann vera til at kanna slíkar bussar, tí eitt skrásetingarsýn er meira umfatandi enn eitt vanligt regluligt sýn. Hví einki er nevnt um trygdarbelti í sýnsfrágreiðingini, er ógreitt, men møguliga vistu sýnsmenninir báðir ikki, hvussu gamal bussurin var, og møguliga hava teir havt í minna lagi av tíð til at kanna bussin, sigur Akstovan. Um tann, sum kemur við bussinum til sýn, harafturat gongur inni í sýnshøllini fyri at royna at trýsta sýnsmenninar til at avgreiða akfarið sum skjótast, er vandi fyri at sjálv kanningin av akfarinum ikki verður nóg nágreinilig, stendur eisini í frágreiðingini hjá Akstovuni. Akstovan góðkendi tó ikki bussin tann 23.mai, tí trýstið á bakaksilin var ov stórt. Bussurin varð góðkendur tann 8.juni, tá aftasta seturrekkja var tikin úr bussinum. Jákup Jacobsen, stjórin á Akstovuni, viðgekk í samrøðu við Útvarpið fríggjadagin, at Akstovan gjørdi eitt mistak tá í 2011, men tann, sum eigur bussin, hevur ábyrgdina av, at bussurin er lógligur. Rúmdarfarið er á veg longur út í rúmdina og hevur nógva ferð, tá tað fer framvið Pluto. Tí eru bert nakrir fáir tímar til taks at fáa nærmyndir av gongustjørnini. Pluto er uttasta gongustjørnan í okkara sólskipan fimm milliardir kilometrar frá jørðini. Radiosambandið við rúmdarfarið hevur fleiri tímar um at koma aftur og fram, og tí ber ikki til at stýra rúmdarfarinum neyvt av jørðini, men einans líta á, at telduskipanin umborð riggar. Tá New Horizons verður næst gongustjørnini, er rúmdarfarið 12.500 kilometrar burturfrá, og myndir verða tiknar alla tíðina ikki bert av Pluto, men eisini av teimum fimm mánunum kring gongustjørnuna. Tað eru níggju og eitt hálvt ár síðani rúmdarfarið New Horizons var skotið upp við eini Saturn 5 rakett frá Cape Canaveral í Florida. Eftir at fleiri hundrað frágreiðingar eru skrivaðar um hjáárin av HPV vaksinuni, hevur hjáárinsnevndin hjá evropiskum heilivágsagenturi sett í verk enn eina kanning av HPV vaksinum og trygdarprofilinum hjá henni. Tað verður gjørt eftir tilmæli frá danska heilsustýrinum, sum hevur biðið um evropiska meting, tí tað hevur fingið nýggjar fráboðari um hjáárin av HPV vaksinuni. Nógvar gentur og familjur teirra eru stúrin, og tí mugu vit kannað í ES høpi, um samband kann vera millum sjúkueyðkenni, sum vit fáa fráboðan um, og HPV vaksinuna, sigur Henrik G. Jensen, deildarstjóri í Heilsustýrinum. Stýrið hevur, síðani vaksinan var tikin í brúk í 2009 og fram til fyrsta ársfjórðing 2015, fingið 1305 fráboðanir um møgulig hjáárin, av teimum eru 363 skrásett sum álvarslig. Danski heilsumálaráðharrin, Sofie Løhde, sigur. at best er at kanna hjáárinini. Hon leggur tó í sama viðfangi dent á, at vaksinan í høvuðsheitum riggar. Bæði nevndin fyri hjáárin og danska heilsustýrið meta, at fyrimunirnir við vaksinuni móti krabbameina í lívmóðurhálsi eru størri, enn vansarnir, og hon mælir tí framvegis til, at gentur verða vaksineraðar. Men tað hevur týdning fyri meg, at vit gera nakað, nú vit javnt og samt fáa fráboðanir um hjáárin, og fleiri gentur og familjur teirra eru stúrin. Tað skulu vit taka í álvara, sigur Sofia Løhde. Danska heilsustýrið mælir til, at 12 ára gamlar gentur verða vaksineraðar. Kanningin av HPV vaksinuni verður væntandi liðug í mai næsta ár, skrivar Ritzau. Annan juli høvdu tveir harraleysir hundar runnið eftir einum lambi uppi á Vatnaskørðum í Hoyvík. Hundarnir høvdu skrætt lambið sundur, og innvølir hingu uttaná, tá fólk kom fram at lambinum. Bara tveir dagar seinni fær løgreglan fráboðan um, at tveir hundar hava runnið eftir einum veðri á Velbastað. Veðrurin var illa bitin. Sambært Morgunblaðnum í morgun seldi Ísland meira enn 20.000 tons av frystum makreli til Nigeria í fjør. Nigeria var saman við Russlandi størsti marknaður fyri makrel úr Íslandi. Heilsufrøðiliga Starvsstovan biður tí viðskiftafólk beina vøruna burtur ella lata vøruna aftur til handilin, har hon er keypt, tí breyðini eru óegnað til matna. Báturin stendur við neysti í Stóra pakkhúsi í Vági. Hann stendur á vogni, og tí er bæði skjótt og lætt at flyta bátin runt oynna, skuldi verið neyðugt við bjargingarbátinum. Ráðið hevur heldur ikki nøkur skjøl, sum siga, hvussu stórt virðið er mett at vera, sum Vinnumálaráðið og Framtak eiga í Smyril Line. Eitt tíðindafólk í Kringvarpinum bað Vinnumálaráðið um at sleppa at síggja partaeigarasáttmálan millum Framtaksgrunnin og privatu íleggjarnar um P f Smyril Line og Norrønu. Vinnumálaráðið segði nei, tí tað hevur stóran fíggjarligan týdning fyri tey, sum settu pengar í Smyril Line, at partaeigarasáttmálin ikki gerst almennur. Vinnumálaráðið er ikki við í nýggja partaeigarasáttmálanum um Smyril Line. Ráðið hevði ein partaeigarasáttmála við Framtak, sum varð gjørdur í 2008. Vinnumálaráðið er ikki við í tí sáttmálanum, men í sáttmálanum er Vinnumálaráðnum tryggjað javnbjóðis rættindi sum Framtak í mun til nýggju, privatu íleggjararnar. Avgerðin um at nokta innliti í nýggja partaeigarasáttmálan varð kærd til Løgtingsins umboðsmann, sum sigur, at Vinnumálaráðið gjørdi ikki eina ítøkiliga meting um vandan fyri fíggjarligum missi. Afturfyri at Iran avmarkar menningar arbeiðið innan kjarnorku sleppir landið undan teimum altjóða handilstiltøkum, sum hava rakt Iranska búskapin meint í fleiri ár. Iran hevur alla tíðina sagt, at kjarnorku menningin er til friðalig endamál, men landið hevur samstundis noktað altjóða kjarnorkueftirlitinum at kanna støð í Iran, sum neyðug eru at kanna fyri at fáa staðfest, hvat endamálið við virkseminum er. Samráðingarnar eru eftr øllum at døma endaðar við eini neyðsemju millum partarnar um, í hvønn mun altjóða samfelagið skal hava atgongd til at hava eftilit við kjarnorkuvirkseminum í Iran. Tspiras skal sannføra grikska tjóðartingið og serliga sína egnu stjórn um, at kreppuloysnin, sum Grikkaland fekk á fundi millum stjórnarleiðararnar í gjár, er verd at samtykkja. Treytin fyri at Grikkaland fær hendan triðja kreppupakkan, er, at grikska tjóðartingið í morgin samtykkir tey búskapartiltøk, sum evrulondini hava kravt. Men ein av stjórnarflokkunum, við Panos Kammenos, verjumálaráðharra, á odda, hevur longu sagt, at hann fer ikki at taka undir við krepputiltøkunum. Og tað skal Grikkaland, tí tað er treytin frá evrulondunum fyri at veita landinum fleiri lán, annars fara griksku bankarnir á húsagang og Grikkaland úr evrusamstarvinum. Grikkaland skal millum annað hækka skatta og avgjaldsinntøkurnar, endurskoða almennu pensiónsskipanina og gera arbeiðsmarknaðin frælsari. Hesin triði kreppupakkin kemur aftrat lánum uppá tilsamans 1800 milliardir krónur, sum Grikkaland áður hevur fingið í kreppuhjálp í tveimum umførum undan hesum. Alexis Tsipras var nóg illa heimafturkomin úr Brússel, tá verjumálaráðharri hansara, Panos Kammenos, sammetti avtaluna, forsætisráðharrin hevði við sær, við eina kvettroynd. Verjumálaráðharrin tekur ikki undir við kreppuhjálpini frá evrulondunum, men segði samstundis, at hann og flokkur hansara ætlaðu at vera verandi í stjórnini. Tó er sannlíkt, at Alexis Tsipras fer at umskipa stjórnina ella skipa eina savningarstjórn seinni í vikuni við teimum flokkum í tjóðartinginum, sum taka undir við krepputiltøkunum. Alexis Tsipras fer eisini at hava ilt við at sannføra sína egnu veljarar um, at loysin, hann kom heimaftur við úr Brússel, er tann rætta. Mótmæli hava longu verið og boðað er frá verkfalli í morgin, sama dag sum tjóðartingið skal viðgera krepputiltøkini. Dánjal á Neystabø vitjaði Summarmorgun í samband við, at hann hevur útgivið ein nýggjan sang við bólkinum Momo. Hesaferð um aprikosur. Mánadagin fara 18 ítróttarfólk frá ÍSB, Ítróttarsambandið fyri Brekað, til Los Angeles í USA at vera við til Special Olympic World Sommer Games. Heresetingarnar høvdu við sær, at kravt varð, at føroysk skip ikki sigldu undir donskum flaggi. Spurningurin var so, hvørjum flaggi tey skuldu sigla undir. Amtmanninum dámdi ikki at Dannebrog varð strikað og bretski konsulin royndi segh við einum uppskoti um eitt uttanveltað grønt flagg. Men føroyingar yvirhøvur vildu hava Merkið á skipini. Meirilutin av politikarunum á løgtingi tók undir við hesum, og endin var, at bretski konsulin kunngjørdi, at føroysk skip hereftir sigldu undir Merkinum í altjóða sjógvi. Kravgongur høvdu verið í havnargøtum upp undir 25. apríl. Tá viðurkenningin var komin, var fagnaðargonga í býnum og endað varð við dansi á Tinghúsvøllinum. Jógvan Arge legði til rættis í 1990. Sambært íslendskum miðlum hevur Ísland mist næst størsta marknaðin fyri makrel, nú Nigeria hevur sett bann fyri at innflyta fisk og nógvar aðrar vørur. Serliga hevur sjónleikarakvinnan heitt á russiska forsetan um ikki at loyva farmaskipinum, Winther Bay, at sigla gjøgnum russiskt sjóøki á leiðini til Artiska havið, tí skipið hevur 1.800 tons av hvalatvøsti umborð, sum skal flytast til Japan. Winther Bay er skrásett undir hentleikaflaggi í karibisku oynni St. Kitts og Nevis, men tvøstið kemur frá íslendsku hvalastøðini Hvalur. Orsakað av altjóða banni at flyta hvalatvøs, er Winther Bay hvørki sloppin at sigla gjøgnum Suez ella Panamaveitina, og tí hevur manningin verið noydd at broyta kós og sigla norður um gjøgnum artiska havið og russiskt sjóøki. Winther Bay liggur framvegis í Tromsø í Noreg og bíðar eftir at siglandi er fyri ísi framvið Norðpólinum. Lítið er av sjóísi í august og september, og tástani fer skipið úr Tromsø. Í síðstu viku heitti umhvørvisfelagsskapurin, Avaaz, á forsætisráðharran á St Kitts og Navis, Timothy Harris, um at noyða Winther Bay at flagga út úr Karibisku oyggjunum, so at skipið ikki kann leggja frá landi í Tromsø. Serliga eru tað norskar og kilskar alifyritøkur, sum síggjast aftur á listanum, men har eru eisini nøkur onnur lond umboðað. Tað skrivar heimasíðan. Kanadiska Cooke Aquaculture, ið júst hevur keyp tvíkiljur frá KJ á Kambsdali, er við, japanska Cermaq er við, skotska The Scottish Salmon Company er við. Nærum 1,5 milliónir tons av aldum fiski framleiða tær 20 størstu alifyritøkurnar í heiminum. Talan er um framleiðslu av laksi, sílum og coho í 2014. Áttinda plássið eigur føroyska Bakkafrost. Risarnir Marine Harvest, ið hevur aling í Noregi, Skotland, Kili, Kanada og Føroyar, er næstan líka stórir sum tey trý næstu feløgini á listanum Lerøy Seafood Group, Cermaq og SalMar. Norskar fyritøkur hava verið nærum einsamallar á hesum listanum farnu árini, men nú er Cermaq selt til japanska Mitsubishi, hóast leiðslan framvegis er norsk og heldur til í Noregi. Samstundis eru fleiri kilenskar fyritøkur við at koma fyri seg aftur, og framleiða nú aftur meir laks og coho. Meðan Bakkafrost er á listanum sum nummar átta, so telur Marine Harvest Faroes við í yvirlitinum sum partur av nummar eitt, Marine Harvest Group. Um stutta tíð kemur Intrafish við síni árligu frágreiðing um tær 25 størstu alifyritøkurnar í heiminum, og har kemur Luna akkurat ikki við á listan. Faroe Farming liggur væl longur niðri á listanum, skrivar heimasíðan. Tað upplýsir Hagstovan. Svartkjafturin eigur munin. 226.000 tons av svartkjafti vórðu fiskað í fjør, 143.000 tons meira enn árið fyri. Tað er Oyggjatíðindini, sum kunnger ein teldupost, at nú fyrrverandi starvsfólkið játtar at kanna, um tað bar til at fáa fatur í nøkrum upplýsingum, sum vóru í trúnaði. Manningarfeløgini sendu í síðstu út skriv, har tey ávaraðu sínar limir at sigla við skipum hjá samtakinum hjá Alexander Wilhelm og Finnbjørn Poulsen, tí feløgini hjá teimum báðum rindaðu, sambært manningarfeløgunum, ikki hýrurnar til manningina. Men feløgini rinda heldur ikki rokningar hjá Runavíkar havn. Alexander Wilhelm og Finnbjørn Poulsen reka fleiri reiðarí við heitum sum South Pelagic, Baglholmur, Ocean Group Faroes og Sancy Trawl, og teir hava rikið skipini Grunnabarð, Asbjørn Senior, Tórun K, Pumin K, Beinisvørð og Lopranshólmur. Fleiri av skipunum hava verið á beding hjá Runavíkar kommunu í longri tíðarbil, men tað gongur illa hjá kommununi at fáa pengar frá feløgunum fyri tænastuna, sum Runavíkar havn hevur veitt teimum. Torbjørn Jacobsen, havnameistari, sigur, at tey høvdu einki annað val enn at taka arrest í skipinum Grunnabarð, sum er tað skipið í samtakinum, sum skyldaði havnini mest pengar. At taka arrest í einum skipi kann merkja, at skipið verður hildið aftur til reiðaríið hevu rindað sínar skyldur. Ein havn, sum hevur tikið arrest í einum skipi, verður javnstillað við aðrar fyrsta veðrættarhavarar í skipinum. Alexander Wilhelm og Finnbjørn Poulsen byrjaðu sum reiðarar við felagnum South Pelagic. Tað kom óvart á fleiri, at Jóhan Dahl sum virkandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum gav felagnum eitt royndarloyvi í trý ár at fiska hvítingsbróður, stutt fyri makrelfiskiskapin í 2011. Loyvið var millum annað latið fyri at stuðla virkseminum í útjaðaranum. Royndarloyvið gekk út í 2014. Tá royndarloyvið skuldi eftirmetast, metti fyrisitingin í Fiskimálaráðnum, at felagði hevði ikki prógvað, at veiðan eftir hvítingsbróðurin kann gerast ein lønandi vinna. Fyrisitingin metti, at South Pelagic hevði gjørt ov lítið við royndarfiskiskapin, og dokumentasjónin var vánalig. Fyrisitingin helt av somu orsøk, at royndarloyvi skuldi ikki longjast. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, tók ikki undir við fyrisitingin og longdi royndarloyvið í eitt ár, fram til juli 2015. Nú er royndarloyvið gingið út, men South Pelagic hevur aftur fingið tilsøgn frá Fiskimálaráðnum, at royndarloyvið verður longt. South Pelagic kann nú royna eftir hvítingsbróður fram til juli 2016. Tá hevur felagið kannað í fimm ár, um fiskiskapurin eftir hvítingsbróður kann gerast ein lønandi vinna. Í brævi til fjølmiðlar vísir kommunan á stóra virksemið, sum er í Hvalba við flakavirkinum, sum virkar umleið 5 8.000 tons av rávøru árliga, trolvirkið Bergið við sínum virksemi og annað virksemi, ið er í bygdini. Hvalbiartunnilin hevur verið og er framvegis stór forðing fyri, at vinnulívið kann vaksa. Hetta er ikki haldført í 2015, sigur Hvalbiar kommuna. Trygdin í tunlinum er ikki í lagi. Ljós eru sett upp í tunlinum fyri nøkrum árum síðani, men hesi bøta ikki stórvegis um trygdina. Tunnilin er framvegis vátur og sera myrkur. Hvalbiartunnilin er frá 1963 og sostatt 52 ára gamal. Hetta er elsti tunnilin í landinum og er tað tí rættast at fara undir at gera nýggjan tunnil, sigur kommunan, sum samstundis heitir á politikarar um at halda fast við raðfestingina, ið er og gjarna framskunda Hvalbiartunnilin. Á myndum, sum vórðu tiknar mánadagin í 768 túsund kilometra frástøðu, sæst stórur ljósur blettur, sum NASA kallar hjartað. Hjartað er umleið 1.600 kilometrar breitt, og kann, sambært NASA, vera ábending um virkna jarðfrøðiliga tilgongd. Vitanin um Pluto er lítil, men hetta broytist væntandi, nú New Horizons vitjar dvørgagongustjørnuna. Longu nú er staðfest, at Pluto er størri enn áður hildið. Vandi var fyri, at kanningarfarið fór at stoyta saman við lutum á ferðini. Nasa upplýsir, at sjálvt ein lítil rúmdarsteinur á stødd við eitt rís hevði kunnað oyðilagt ómannaða kanningarfarið, sum hevur kostað 700 milliónir dollarar at menna. Kanningarfarið New Horizons er skjótasta kanningarfar, sum nakrantíð er bygt. Tað ferðast við miðalferð upp á 50.000 kilometrar um tíman. Sjálvandi er tað gott, at summi kunnu lata ullina inn á Royndarstøðina í Kollafirði í august mánaði, men tann møguleikan hava vit ikki. Talan er um veltuna, ið liggur við minnisvarðan í Skálavík, har nøkur fólk hava fingið nakrar fermetrar til at kunna velta sítt egna grønmeti. Nú hevur veðrið ikki verið so gott seinastu mánaðirnar, men tað sær út til, at okkurt kemur burtur úr veltuni kortini, sigur Laura Joensen. Fleiri føroyingar munnu kenna Anders Lund Madsen frá onkrum av sendingunum hjá DR, men tá hann ikki er til arbeiðis, kemur meir enn so fyri, at hann vitjar í Føroyum. Eg var her fyrstu ferð fyri 30 árum síðani í sambandi við eina uppávu á RUC, har eg las. Eg treivst so mikið væl, at eg havi verið her óteljandi ferðir síðani, sigur Anders Lund Madsen, sum hesaferð bert steðgar í nakrar fáar dagar. Unnustan og trý av børnunum eru við á ferðini. Her er fantastiskt í allar mátar, og so er her so grønt so grønt. Ótrúliga vakurt, sigur Anders Lund Madsen, sum herfyri valdi at ogna sær ein føroyskan seyðahund. Hundurin stórtrívist í Danmark, og er næstan blivin ein legenda í Keypmannahavn, tí hann uppførir seg fyrimyndarliga væl, sigur Anders Lund Madsen og leggur afturat, at tað fyri tað mesta er unnustan, sum venur føroyska seyðahundin. Næstu ferð vit koma henda vegin, kemur hundurin við. Hesaferð staðga vit so stutt, og tá helt eg tað vera synd, um hundurin skuldi brúka so nógva tíð upp á ferðing og so bara steðga í Føroyum í fáar dagar, sigur Anders Lund Madsen. Sambært veljarakanningini, sum fleiri amerikanskir miðlar vísa á í morgun, fer Donald Trump at fáa 17 prosent av atkvøðunum, meðan tað bara eydnast einum av hinum valevnunum at geva honum nøkunlunda kapping nevnliga Jeb Bush, sum fer fáa 14 prosent av atkvøðunum. Hildið verður, at Donald Trump hevur fingið størri stuðulsskara, eftir at hann hevur borið fram sjónarmið síni innan fleiri viðkvom øki. Millum annað hevur hann sagt sína hugsan um meksikanskar tilflytarar, sum hann hevur kallað neyðtøkumenn, rúsevnissmuglarar og tiltiknar brotsmenn. Meiningar, sum hann hevur tvíhildið um, hóast ágang frá bæði politiskum vinum og mótstøðufólki. Sambært leiðaranum fyri greiningarstovuni á Suffolk University, David Paleo logos, eru tað tær mongu útsøgnirnar, ið hava ført til, at Donald Trump hevur fingið teir konservativu veljararnar við sína lið. Við í kórinum vóru eisini gestir úr Svøríki, Danmark og Havn, og so hevði danski journalisturin Anders Lund Madsen eisini sníkt seg upp í part. At el framleiðslan úr varandi orkukeldum hevur verið størri merkir eisini, at oljunýtslan tíðarskeiðið frá januar til juni mánað í ár minkaði 4.100 tons í mun til sama tíðaskeið í fjør. SEV sigur, at tað eru vindmyllurnar í Neshaga og Húsahaga, útbyggingar á Eiðisverkinum, nýggi tunnilin oman fyri Norðskála suður ímóti Selatrað umframt tøkniligar tillagingar í el skipanini, ið eru orsøkin til gongdina við størri el framleiðslu úr varandi orkukeldum. Ferðaliðið møtti henni í Dali, har hon hvørt summar fer við familjuni. Fridu dámar væl friðin á bygd og hevur sjálv spælt sær við tankan um at flyta heim. Tað ber tó ikki til, tí maðurin hevur arbeiði í Belgia. Hvønn morgun fer hann til arbeiðis á brævbjálvavirkinum á Eiði. Hann prátar við Ferðaliðið um, hvussu tað var at sigla undir Íslandi undir 2. heimsbardaga, og hvat hann hevur lært av lívinum. Tað verður Elinborg Thomasen, ið fer at lata seinasta skotið av. Elinborg er mamma núverandi og kona fyrrverandi festaran inni í Dølum. Viðaeiðistunnilin er 1939 metrar langur og tilkoyringarvegirnir slakar fýra kilometrar. Arbeiðið byrjaði fyri einum góðum ári síðani og hevur gingið so væl, at tað er framman fyri tíðarætlanina. Nú skotið verður ígjøgnum til Viðareiðis, minnir Hvalbiar kommuna landsstýrið á, at nýggjur Hvalbiartunnil eigur at vera næsti í røðini. Rúni Thomsen, varaborgastjóri, heitir vegna Hvalbiar kommunu staðiliga á Jørgen Niclasen, landsstýrismann og Løgtingið um at halda fast um raðfestingina, ið sett er út í kortið, so nýggi Hvalbiartunnilin verður gjørdur sum skjótast. Í brævinum til Jørgen Niclaen og Løgtingið vísir Hvalbiar kommuna á, at politiskar røddir nú eru frammi um at gera tunlanar Norður um Fjall fyrst. Í juni mánað vóru flestu ferðir avlýstar fyri veður. Skiparin vónar, at tað ber til at vinna tað mista inn aftur nú farið verður undir seinnu summarhálvu. Í ár eru 75 liðin, síðani bretsku hermenninir stiðju fótin á land í Føroyum, og sonevnda Operation Valentine varð sett í verk. Leikbólkurin Det Færøsche Compagnie fer í hesum sambandi at gera ein leik um hersetingina. Tey hava leitað sær heimildafólk, sum minnast krígsárini, at greiða frá upplivingum sínum. Umframt at greiða frá teimum ymisku upplivingunum velja fólkini eisini tónleikin, sum er at hoyra í sendingunum einasta kravið er, at sangirnir onkursvegna skulu minna tey á summar og sól. Dámar tær at hoyra lætt, stuttligt og hugnaligt summarútvarp við góðum tónleiki, so er at lurta eftir Summarpráti hvønn mikudag klokkan 17.00. Umframt at greiða frá teimum ymisku upplivingunum velja fólkini eisini tónleikin, sum er at hoyra í sendingunum einasta kravið er, at sangirnir onkursvegna skulu minna tey á summar og sól. Dámar tær at hoyra lætt, stuttligt og hugnaligt summarútvarp við góðum tónleiki, so er at lurta eftir Summarpráti hvønn mikudag klokkan 17.00. Umframt at greiða frá teimum ymisku upplivingunum velja fólkini eisini tónleikin, sum er at hoyra í sendingunum einasta kravið er, at sangirnir onkursvegna skulu minna tey á summar og sól. Dámar tær at hoyra lætt, stuttligt og hugnaligt summarútvarp við góðum tónleiki, so er at lurta eftir Summarpráti hvønn mikudag klokkan 17.00. Umframt at greiða frá teimum ymisku upplivingunum velja fólkini eisini tónleikin, sum er at hoyra í sendingunum einasta kravið er, at sangirnir onkursvegna skulu minna tey á summar og sól. Dámar tær at hoyra lætt, stuttligt og hugnaligt summarútvarp við góðum tónleiki, so er at lurta eftir Summarpráti hvønn mikudag klokkan 17.00. Umframt at greiða frá teimum ymisku upplivingunum velja fólkini eisini tónleikin, sum er at hoyra í sendingunum einasta kravið er, at sangirnir onkursvegna skulu minna tey á summar og sól. Dámar tær at hoyra lætt, stuttligt og hugnaligt summarútvarp við góðum tónleiki, so er at lurta eftir Summarpráti hvønn mikudag klokkan 17.00. Umframt at greiða frá teimum ymisku upplivingunum velja fólkini eisini tónleikin, sum er at hoyra í sendingunum einasta kravið er, at sangirnir onkursvegna skulu minna tey á summar og sól. Dámar tær at hoyra lætt, stuttligt og hugnaligt summarútvarp við góðum tónleiki, so er at lurta eftir Summarpráti hvønn mikudag klokkan 17.00. Umframt at greiða frá teimum ymisku upplivingunum velja fólkini eisini tónleikin, sum er at hoyra í sendingunum einasta kravið er, at sangirnir onkursvegna skulu minna tey á summar og sól. Dámar tær at hoyra lætt, stuttligt og hugnaligt summarútvarp við góðum tónleiki, so er at lurta eftir Summarpráti hvønn mikudag klokkan 17.00. Skal leikari spæla í fremstu føroysu fótbóltsdeildini, skal loyvi fylgja leikaranum, og tí er neyðugt at loyvi er útflýggjað Fótbóltssambandinum og nýggja felagnum áðrenn freistin er úti. Áhugaleikari kann frítt skifta millum feløg alt árið. Áhugaleikari skal tó hava leikaraloyvi, sum er skrásett í felagnum og Fótbóltssambandinum. Nú skotið er ígjøgnum til Viðareiðis, minnir Hvalbiar kommuna landsstýrið á, at nýggjur Hvalbiartunnil eigur at vera næsti í røðini. Rúni Thomsen, varaborgastjóri, heitir vegna Hvalbiar kommunu staðiliga á Jørgen Niclasen, landsstýrismann, og Løgtingið um at halda fast um raðfestingina, ið sett er út í kortið, so nýggi Hvalbiartunnilin verður gjørdur sum skjótast. Í brævinum til Jørgen Niclaen og Løgtingið vísir Hvalbiar kommuna á, at politiskar røddir nú eru frammi um at gera tunlanar Norður um Fjall fyrst. Floksstjórnin hjá Miðflokkinum hevur viðgjørt spurningin, og niðurstøðan er, at nú er so stutt eftir til ólavsøku, at tað kann gera tað sama at kalla tingið saman. Andstøðuflokkarnir Framsókn, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi hava sent øllum flokkum og tingfólkum bræv, har teir heita á tey um at at taka undir við at tingið verður kallað saman at viðgera frágreiðingina og hvørjar avleiðingar tað skal hava fyri løgmann, at hann tilvitað segði ósatt fyri løgtinginum í tunnilsmálinum. Framsókn, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi hava 12 tingfólk tilsaman, og tað skulu 14 tingfólk til at kalla tingið saman, tí hevur andstøðan tørv á undirskriftum úr samgonguni. Miðflokkurin er kortini av teirri fatan, sigur Bill Justinussen, at tað hevði verið best fyri politisku skipanina, um løgmaður sjálvur legði frá sær. Tað er ikki í lagi, at løgmaður letur tinginum skeivar upplýsingar. Tað eigur politiska skipanin ikki at tola. Men nú er so stutt til ólavsøku og tingfólk eru í summarfrí, at tað er lítil meining í at kalla tingið saman nú, sigur Bill Justinussen. Nógv verður gjørt burturúr, sigur Hans Petur í Brekkunum, dagligur leiðari í Føroyahúsinum, við heimasíðuna hjá Tórshavnar kommunu. Trý fólk ein kvinna og tveir mans í aldrinum 30 til 50 ár, vórðu í dag handtikin í samband við eitt rúsevnismál. Kvinnan og tann eini maðurin eru leyslatin aftur. Tað upplýsir løgreglan í dag. Avmarkað nøgd av rúsevnum og ymisk amboð, ið verða nýtt til rúsevnir vórðu funnin undir húsarannsóknunum. Grikska stjórnin atkvøddi, eftir hvast orðaskifti í parlamentinum, fyri nýskipanunum, sum ES setti grikska forsætisráðharranum, Alexis Tsipras sum treyt, fyri at grikkar skulu fáa neyð lán frá ES. Grikkar fingu freist til á midnátt ígjárkvøldið at samtykkja tey 12 krøvini frá ES í parlamentinum. Men ikki fyrr enn beint eftir midnátt komu boðini úr grikska tjóðartinginum, 229 atkvøddu fyri, 64 í móti og seks atkvøddu blankt. Millum tey 64, sum atkvøddu ímóti er eitt nú fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin, Yanis Varoufakis, og sitandi forseti fyri tjóðartinginum, Zoi Konstan topoulo. Nýskipanirnar snúgva seg í stuttum um leypandi eftirlit við griksku fíggjarstøðuni, umframt sparingar og skattainntøkur, sum skulu bjarga Grikkalandi úr kreppuni. Nógv flóttafólk koma til griksku frítíðaroynna, Lesbos. Fyri at hjálpa teimum, hava fleiri ferðaskrivstovur avgjørt, at ferðafólk hjá teimum kunnu taka 20 kilo eyka við í flogfarið, um tað eru klæðir og annað at geva flóttafólkunum. Oyggin Lebos og teir 85.000 íbúgvarnir í oynni, megna ikki at veita teimum fleiri túsund flóttafólkunum, sum nú eisini eru á oynni, tak yvir høvdið. Legan, har flóttafólkini skulu skráseta seg, hevur pláss fyri 500 fólkum, men hýsir 3.000 fólkum. Hvønn dag koma bátar við flóttafólkum til oynna. Øll hesi ferðafólkini, hava altso nú møguleika at taka 20 kilo eyka av klæðum og øðrum við at geva flóttafólkunum, sigur umboð fyri ferðaskrivstovurnar. Ætlanin er millum annað at gera øll verkføll ólóglig, um tey ikki hava verið til ur atkvøðu millum limirnar í fakfeløgunum. Helvtin av limunum í felagnum skulu hava atkvøtt, og av teimum skulu 40 prosent hava atkvøtt fyri at fara í verkfall, um tað skal vera lógligt, skrivar enska blaðið The Guardian. So umfatandi skerjingar í fakfelagsrættindum hava ikki verið gjørdar síðani Margareth Tatcher var forsætisráðharri í Bretlandi fyri 30 árum síðani. Boðast skal frá verkfalli í minsta lagi 14 dagar frammanundan, blokadur kring arbeiðspláss verða gjørdar ólógligar, og fólk, sum ikki vilja fara í verkfall, skulu verjast. Ætlanin er eisini at skerja fíggjarliga stuðulin, ið fakfeløgini kunnnu lata politiskum flokkum. Tað vil siga, at arbeiðaraflokkurin Labour fer at missa stóran part av pengunum, sum flokkurin í fleiri áratíggju hevur fingið frá fakfeløgunum. Tað eru serliga seinastu verkføllini á undirgrundarjarnbreytini í London, sum hava fingið stjórnina at skjóta upp avmarkingarnar í verkfalsrættinum. Formaðurin í fakfelagnum fyri jarnbreytar starvsfólk, Mick Whelan, mótmælir harðliga og sigur ætlanina vera afturljóð frá fasismuni í Týsklandi í síni tíð. Paul Kenny, aðalskrivari í fakfelagnum GMB, sigur millum annað, at verða avmarkingarnar settar í verk, fer tað at eitra viðurskiftini millum arbeiðsgevarar og starvsfólk og drepa allan arbeiðshug. Ikki bara filmarnir koma aftur til Føroya, men eisini Miguel M. Hidalgo sjálvur og kona hansara Joana Benet koma til Føroya fyri fyrstu ferð, síðani tey fóru úr Føroyum fyri skjótt 40 árum síðani. Elin Brimheim Heinesen fekk samband við Miguel M. Hidalgo í 2009, og tað sambandið endaði við, at í fjør fekk Mentamálaráðið avtalu í lag við Miguel M. Hidalgo um, at hann letur Mentamálaráðnum filmarnar, so teir kunnu verða varðveittir her í landinum sum søguligur mentanararvur hjá føroyingum. Færri enn tíggju prosent av næmingum í 9. flokki roykja dagliga. Tað er ein minking, ið munar. Tí seinast í 2011 var tað nærum fimtihvør næmingur í Føroyum, sum roykti. Kanningin var gjørd í mars mánað. Ólavur Jøkladal, samskipari hjá F lkaheilsuráðnum, fegnast Battaríini virkaðu væl, men bjálvingin gjørdi tey ov heit. Tað tekur tíð at finna røttu loysnina, og tí verður ikki flogið meira í ár, verður sagt. Battaríini eru neyðug, tí flogið verður nátt og dag. Sólsellurnar geva flogfarinum orku um dagin og løða battaríini, sum geva el motorunum orku um náttina. Andre Borschberg, flogskipari, setti millum annað met á ferðini um Kyrrahavið, tá hann, uttan steðg, fleyg 7.200 kilometrar eftir 118 tímum og sjálvsagt bara við sólorku. Sólorkuflogfarið byrjaði ferðina í Abu Dhabi 9. mars, og ætlanin var at flúgva jørðina runt í ár, men nú verður tað so ikki fyrr enn næsta ár. Partafelagið Føroya Dátusavn er farið í søguna. Partarnir í dátusamstarvinum eru Tórshavnar kommuna, Klaksvíkar kommuna, SEV, Føroya Tele, Landsverk og Umhvørvisstovan. Partarnir eru samdir um at gera broytingar í samstarvinum, og tað merkir millum annað, at hvør einstakur stovnur hevur ábyrgdina av sínum egnu dátuskipanum, og at Umhvørvisstovan frameftir rekur Kortal. Føroya Dátusavn varð sett á stovn seinast í 80 unum sum eitt kort og edv samstarv millum nakrar almennar myndugleikar og stovnar. Fyri almenningin var tað fremsta úrslitið av samstarvinum ivaleyst kortportalurin Kortal. Áðrenn Jacob Vestergaard fór av landinum, ráðførdi hann seg við Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum um føroysku svartkjaftakvotuna í ár. Ráðførslan í Uttanlandsnevndini var í trúnaði, so formaðurin í nevndini, Jákup Mikkelsen, vil ikki siga, hvat hendi á fundinum við landsstýrismannin týsdagin. Sjúkrabilur stóð fyri forsætisráðharanum í Aarlanda floghavnini í Stokkhólmi, og Løfven varð koyrdur beina leið á sjúkrahús, skrivar svenska Aftonbladet. Grikska tjóðartingið samtykti beint eftir midnátt í gjárkvøldið lógarbroytingarnar, sum ES hevur sett sum krav fyri at veita Grikkalandi fleiri lán. Grikkaland skal seta eina røð av nýskipanum í verk, og tað hevur forstætisráðharrin, Alexix Tspiras, nú fingið undirtøku fyri í tjóðartinginum. Hon fer at kosta upp í átta milliónir krónur um árið. Almannamálaráðið væntar, at millum 500 og 600 húski fara at fáa millum fimm og seks milliónir krónur um árið, tá skipanin er farin at virka. Trý ella fýra starvsfólk krevjast til at umsita skipanina, og lógin um familjuískoyti til barnafamiljur víð lítlari inntøku fer at kosta landskassanum fimm til seks milliónir krónur um árið. Sambært hagtølunum fara millum 500 og 600 húski at fáa okkurt um 10.000 krónur í miðal um árið í familjuískoyti, verður lógin samtykt. Mett verður, at 30 til 40 húski fara at fáa fult familjuískoyti, sum verður 20.000 krónur um árið. Tey, sum hava 120.000 krónur ella minni enn tað í ársinntøku fáa fult ískoyti. Almannaverkið skal umsita skipanina. Umsitingin verður umfatandi, tí neyðugt verður at hava eftirlit við inntøkum og inntøkubroytingum hjá umsøkjarunum. Í drúgvu viðmerkingunum um lógaruppskotið sæst, hvussu familjuískoytið verður roknað út eftir inntøku og barnatali og, um umsøkjarin fær útbúgvingarstuðul. Annika Olsen, landsstýriskvinna, ætlar at leggja uppskotið fyri løgtingið tíðliga í næstu tingsetu. Lógin skal koma í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Uppskotið er sent Fíggjarmálaráðnum, Mentamálaráðnum, Vinnumálaráðnum, TAKS, Almannaverkinum, Kommunufelagnum, Kærustovninum, Vinnuhúsinum, Studna, Pedagogfelagnum, Samtaki, S og K felagnum og Sosialráðgevarafelagnum til hoyringar. Borgarstjórin í Hvannasundi vil ikki taka støðu til, um tunlarnir Norður um Fjall skulu víðkast, ella tey skulu hava nýggjar tunlar, tí politiskur vilji tykist ikki vera fyri at byggja av nýggjum. Dagurin, hósdagurin 24. november 2016, stendur í tilmæli frá Landsverki til Mentamálaráðið. Kringvarpið hevur fingið innlit í tilmælið. Landsverk heldur, at tað ber til at byggja skjótari, um arbeitt verður longri dagar við fleiri fólkum og amboðum, so arbeiðið kann verða liðugt sum upprunaliga ætlað í august næsta ár. Landsverk mælir kortini frá at gera tað, tí so er vandi fyri, sigur Ewald Kjølbro, stjóri í Landsverki, at arbeiðið ikki verður gjørt nóg væl. Fyritøkan Cowi, sum er óheftur ráðgevi hjá byggiharranum, hevur boðað Landsverki frá, at nú eru bæði útrokningar og loysnirnar í lagi og trygt er at byggja víðari. Endalig átekning og góðkenning frá Cowi eru tó ikki komnar enn. Tær koma væntandi beint eftir summarfrítíðina, tá útrokningar hjá undirveitara eru komnar, sigur Landsverk í brævinum til Mentamálaráðið. Samanumtikið mælir Landsverk til, at byggitíðin verður longd, so Marknagilsdepilin verður tikin í brúk í desember 2016. Skrúgongan við løgtingsfólkum, landsstýrisfólkum, prestum og embætisfólkum ólavssøkudag verður eftir saman teini, sum vant, hóast arbeiðið at gera stóru trappuna í Vágsbotni ikki verður liðugt. Vegurin niðan Bryggjubakka, sum er grivin upp, verður hampaður, so skrúgongan kann fara tann vegin, áveg í og úr Havnar Kirkju. Hetta sigur Tróndur Sigurðsson, formaður í Byggi og býarskipanarnevndini hjá Tórshavnar kommunu. Ætlanin er, at grikkar skulu kunna savna saman upphæddina, sum loyvd er at taka út. Í staðin fyri at taka 60 evrur út, ber til at fáa 120 evrur eftir tveimum døgum og 180 evrur eftir trimum døgum og so framvegis. Hetta er uppskotið, sum vit arbeiða við, og vit halda, at tað tøkniliga letur seg gera, sigur varafíggjarmálaráðharrin, Dimitris Mardas, sambært Reuters. Avgerðin um at lata upp bankarnar aftur, kemur eftir at griska parlamentið fríggjanáttina við avgjørdum meiriluta samtykti at seta í verk umfatanadi nýskipanir, sum skulu fáa landið í kreppu á beint aftur. Tað var grikska stjórnin, sum upprunaliga gav boð um, at bankarnir skuldu verða stongdir frá 29. juni eftir samráðingarnar millum Grikkaland og kreditorarnar um hjálparpakka slitnaðu. Men orsaka av fólkatingsvalinum hevur verið ógreitt, nær fundurin kundi vera, men væntandi verður fundurin seinast í august, sæst á heimasíðuni hjá grønlendska Kringvarpinum, KNR. Løgmaður, danski forsætisráðharrin og grønlendski landsstýrisformaðurin hittast einaferð um árið, og Føroyar, Grønland og Danmark skiftast um at halda fundin. Og Ísland sleppur framvegis ikki at útflyta makrel til Nigeria, tí har hevur forsetin avmarkað innflutningin av nógvum vørum við at skerja møguleikan at fáa útlendskt gjaldoyra at keypa fyri. Aðrir trupulleikar ávirkaðu eisini konsertina tøknin sveik, og bassurin frá øðrum konsertum larmaði uttanfyri. Men einki órógvaði operasangaran, Herfinn Árnafjall. Tróndur Sigurðsson, formaður í Byggi og býarskipanarnevndini hjá Tórshavnar kommunu, sigur, at grundin til at tað hevur sæð ógvusligt út í Vágsbotni í seinastuni, er, at tríggjar verkætlanir hava verið í gongd í senn. Trappan, vegurin og ein privat verkætlan. Eg merkti væl, at eg ikki var so væl fyri, men eg billaði mær bara inn, at hetta var okkurt, sum fór at ganga yvir. Men tað gjørdi tað ikki. Føroyska Mia Káradóttir, Estera Kwiecin úr Pólandi og Ida Andersson úr Álandi manna esTerA. Hoyr framførsluna, ið varð send beinleiðis í Summarmorgni 17. juli 2015. Millum annað ber til at hoyra brot úr Trol eftir Tróndi Bogasyni og Voice of the whale eftir George Crumb. Vilmund Sørensen og Ólavur Winther hava jørð og summarhús á Skarvanesi, og fyri teir er tað nakað heilt serligt at vera á Skarvanesi. Her er friðarligt, og tú kanst putlast við ymiskt í frið og náðum, sigur Ólavur Winther, sum henda dagin, Ferðaliðið kom á Skarvanes, hevði vitjan av Vilmundi Sørensen í urtagarðinum. 27.900 tons eru sett av til skip undir føroyskum flaggi. Tey kunnu fiska sildina bæði í føroyskum sjógvi og hjá øðrum, millum annað 9.000 tons í ES sjógvi. Norðhavssildin er illa fyri, sambært fiskifrøðini. Fiskifrøðingarnir mæltu til ikki at fiska meira enn 420.000 tons í fjør. Í ár er tilmælið bara 280.000 tons. Í fjør samdust ES og Føroyar um, at føroyska kvotan í 2014 var 40.000 tons, hóast hini strandarlondini, eisini ES, vóru samd um, at Føroyar bara áttu 20.000 tons. Semjan millum ES og Føroyar var bara galdandi fyri 2014. Nógvar úrslitaleysar royndir eru gjørdar at finna semju um norðhavssildina. Strandarlondini eru givin at finna semju um 2015. Men Noreg, sum hevur formansskapin í samráðingunum, fer at boða til fundar aftur seinni í ár um 2016 og árini eftir tað. Ikki fyrr enn umboðsmaðurin kom upp í málið, varð innlitsumbønin avgreidd. Tað gingu sostatt 1 ár og 4 mánaðir, frá tí at klagarin bað um innlit, til klagarin fekk innlit í málið. Almannaverkið hevur í frágreiðing til Umboðsmannin víst á, at tað sambært skjølunum í málinum ikki sæst, hví innlit ikki varð givið, og at orsøkin tykist vera, at málið av misgávum ikki varð avgreitt. Kravið um rakstraravlop hjá Rúsdrekkasøluni, sum í løtuni er 16,8 milliónir krónur, skal strikast. Hetta skal millum annað forða fyri vaksandi trýstinum um at fáa rúsdrekka út í handlarnar. Hetta stendur í tilmæli um rúsdrekka og rúsevnispolitikk Føroya, sum Karsten Hansen, landsstýrismaður við heilsumálum, fekk handað í morgun. Landsverk mælir frá at fáa fleiri fólk og amboð á byggiplássið og arbeiða longri dagar fyri at fáa arbeiðið liðugt sum upprunliga ætlað í august. Fyritøkan Cowi, sum er óheftur ráðgevi hjá byggiharranum, hevur boðað Landsverki frá, at nú eru bæði útrokningar og loysnirnar í lagi og trygt er at byggja víðari. Endalig átekning og góðkenning frá Cowi eru tó ikki komnar enn. Tær koma væntandi beint eftir summarfrítíðina, tá útrokningar hjá undirveitara eru komnar, sigur Landsverk í brævinum til Mentamálaráðið. Annar heimsbardagi er ein týðandi partur av Føroya søgu og Føroyar høvdu ein týðandi leiklut í stríðnum móti Adolf Hitler og Nazitýsklandi. Og nú 75 ár eru liðin, síðani Annar heimsbardagi brast á, og Føroyar vórðu hertiknar, og 70 ár síðani Hitler fall, og friður aftur valdaði, er spurningurin hvørji søguspor eru at finna um Annan heimsbardaga. Ja, hvørji krígsminni eru at finna í Føroyum Í Vágum hava eldsálir tikið stig til Krígssavnið, men hvussu er aðrastaðni Hvat er varðveitt Í hvørjum standi eru hesi søguspor Hvønn týdning hava tey Og í hvønn mun eiga vit at varðveita hesi fornminni frá kanska størstu hending í Føroya søgu Hesar og aðrar spurningar fara vit eftir at fáa svaraðar, nú vit í seks sendingum fara á ferð um landið at leita eftir krígsminnum Ein ætlan, ið vit nevna Operatión Krígsminni. Eitt kar fult av ísi stendur uttan fyri tjaldingarøkið til festivalgestirnar at køla sær øl niður við. Vit hildu, at fólk trongdu til eitt behagiligt sjokk, so vit fyltu ís í posar. Her oysir Magnus Madsen ísin á tilvildarlig fólk inni í tjaldingarøkinum. Tað siga politisku ungmannafeløgini í Føroyum um næmingarnar, sum fara úr fólkaskúlanum. Tey vita ov lítið um samfelagsviðurskifti, og ungmannafeløgini seta nú sum treyt, at samfelagsfrøði kemur á tímatalvuna í fólkaskúlanum. Nú greina granskarar kring allan heim fesku nærmyndirnar av dvørgagongustjørnini uttast í okkara sólskipan og longu nú frættast spennandi tíðindi um, at Pluto er kanska jarðfrøðiliga virkin enn Stórur dagur á Viðareiði fyrradagin, tá nýggja bergholið varð skotið ígjøgnum. Tað var Elinborg Thomasen, sum slapp at loysa seinasta skotið av Sjálvstýrismaðurin Kári P. Højgaard fer sjálvur at atkvøða, tá Løgtingið skal taka støðu til, um hann sjálvur skal hava eina revsirættarliga átalu ella ikki. Kári P. Højgaard kann av somu orsøk vera við í viðgerðini og atkvøða, tá málið um hansara leiklut í málinum um Skálafjarðatunnilin kemur fyri Løgtingið. Eg eri fegin um, at eg sleppi at gera vart við míni sjónarmið á tingsins røðarapalli, og eg fari ikki at kalla eykamann inn, hóast hetta málið snýr seg um meg, sigur Kári P. Højgaard, tingmaður fyri Nýtt Sjálvstýri. Tollvaldið fann eingi rúsevnir, men hon var kortini send suður á Landssjúkrahúsið í Havn fyri at kanna, um hon hevði nakað innvortis. Tey, sum koma í somu støðu, skuldu fingið endurgjald fyri ferðina heim, tí hon var sjálv sett av á farstøðini í Havn á miðnátt. Tá koyra eingir bussar, so hon varð noydd at leiga ein hýruvogn úr Havn til Klaksvíkar. Ein meginregla í vallógini er, at valið skal vera loyniligt. Men sambandsmaðurin Helgi Abrahamsen hevur víst á, at summi valstøð hava so fáar veljarar, at tað ber næstan til at seta navn á, hvør eigur hvørja atkvøðu. Í vallógini er ásett, at einki valstað kann hava færri enn 10 veljarar. Tað er bara tríggir veljarar fleiri enn tað eru flokkar í løgtinginum. Í Útoyggjafelagnum siga tey kortini, at tað skal framvegis bera til at greiða atkvøðu í sjálvari bygdini, men at samanteljingin skal fara fram á einum størri valstað. Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur sagt, at eitt uppskot í vallógini kemur fyri løgtingið eftir ólavsøku. Uppskotið er, at minsta veljaratal á einum valstaði er 100 fólk. Útoyggjafelagið heitir nú á politisku skipanina at taka støðu til, um smáu bygdirnar skulu yvirliva, og um tað er landið ella kommunurnar, sum eiga hesa uppgávuna. Amerikanski verjumálaráðharrin, Ashton Carter, er farin til Miðeysturs at tosa um avtaluna, sum kjarnorkuveldini og Týskland hava gjørt við Iran um, at landið ikki skal menna kjarnorkuvápn. Í dag fer Ashton Carter at hava fund við ísraelsku stjórnina, og síðani fer verjumálaráðharrin til Saudi Arabia, har ótryggleikin um avtaluna eisini er stórur, hóast landið sigur seg taka undir við henni. Tá avtalan millum Iran og kjarnorkuveldini varð gjørd mikudagin, segði ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, um hana, at talan var um eitt søguligt mistak, sum fór at gera tað lættari hjá Iran at stuðla teimum, ið taka undir við sjónarmiðum teirra viðgongdu í Miðeystri. Orð ísraelska forsætisráðharrans styrktust av, at ovasti átrúnaðarleiðari Irans, Ali Khamenei, ayatollah, aftaná avtaluna segði, at Iran fer at halda fram at stuðla fólkinum í Palestina, Libanon, Sýria, Irak, Yemen og Bahrain. Á ferð síni í Miðeystri skal amerikanski forsætisráðharrin eisini til Jordan at tingast um, hvussu hernaðarligi Islamski staturin skal basast. Evrulondini hava samtyt at lata Grikkalandi neyðugu lánini, og treytirnar fara at merkjast longu í morgin ikki bert millum grikkar sjálvar men eisini hjá ferðafólki, tí matstovurnar skulu í morgin hækka meirvirðisgjaldið við tíggju prosentum úr 13 upp í 23 prosent. Pengarnir frá sølu og einskiljing skulu setast í ein grunn, ið fer at hava til endamáls at endurfíggja bankarnar og gjalda ovurstóru skuld teirra. Bretland er til reiðar saman við USA at leggja Kalifatið í oyði, sum yvirgangsfelagsskapurin ISIL, hevur sett á stovn í Irak og Sýria, sigur bretski forsætisráðharrin, David Cameron, við amerikansku sjónvarpsráðsina NBC. Bretska undirhúsið atkvøddi fyri tveimum árum síðani ímóti, at Bretland fór uppí hernaðarátøk í Sýria. Tí bumba bretsk fogfør bert støð hjá ISIL í Irak, har stjórnin hevur biðið um hjálp. Eftir valið í Bretlandi er politiska støðan broytt, konservativi flokkurin hjá David Cameron hevur meiriluta í Undirhúsinum og kann tí einsamallur broyta galdandi samtykt, so Bretland eisini kann leypa á støðir hjá islamska statinum í Sýria. David Cameron fer í morgin at halda røðu, har hann fer at ávara ungar bretskar muslimar ímóti at fara til Sýria og Irak at kríggjast fyri islamska statin. Ert tú drongur, verður tú heilavaskaður, tú fært eina bumbu bundna um lendarnar og verður sprongdur í luftina. Og ert tú genta verður tú trælur og offur fyri misnýtslu, fer David Cameron at siga í røðuni. Í síðstu viku var Harriet Harman, virkandi forkvinna í arbeiðaraflokkinum Labour, á fundi í serligu bretsku trygdarnevndini og hildið verður, at tað er tekin um, at stjórnin fer at koma í Undirhúsið við uppskoti um loftálop á islamska statin í Sýria. Arbeiðaraflokkurin og liberalu demokratarnir hava annars biðið stjórnina koma í Undirhúsið og greiða frá, hvussu tað ber til at flogskiparar í bretska, Royal Air Force, hava mannað amerikansk og canadisk flogfør á bumbuferðum í Sýria. Næstsíðstu nátt var neyðugt at flyta persónbil, sum stóð parkeraður úti í vegjaðaranum á Gøtueiði. Hildið var, at bilurin var til ampa fyri ferðsluna. Roynt varð at fáa fatur á eigaranum, men tað eydnaðist ikki. Tí var neyðugt at senda boð eftir serútgjørdum kranabili til at flyta bilin. Og tað verður eigarin av persónbilinum, sum fær rokningar fyri tað arbeiðið. Boðað var frá bardaga á tjaldingarøkinum í Norðragøtu, men áðrenn løgreglan náddi at koma á staðið, høvdu fólk skilt báðar menninar sundur, og teir vórðu sissaðir aftur. Í gjárkvøldið fekk alarmsentralurin fráboðan um, at 10 ára gamal drongur var dottin fimm metrar niður á hellu nærindis svimjihylinum í Mykinesi, og at drongurin hevði fingið skaða í høvdið. Í nátt hevur onkur brotið inn í læknaviðtaluhølini í Kollafirði. Ókend nøgd av heilivági er stolin. Brotið er inn gjøgnum bakdyrnar. Løgreglan vil fegin frætta frá fólki, sum halda seg hava sæð ella hoyrt okkurt, sum kann hava við innbrotið at gera. Løgreglan hevur tlf. nummar 351448. Orsøkin til friðarliga vikuskiftið kann verða, at kravið til tey, sum skipa fyri festivalum, er, at so mikið nógv vaktarfólk skulu vera, at tey sjálv kunnu klára balladurnar. Umframt nógv vaktarfólk eru eisini Samarittar hjá ReyðaKrossi Føroyar, sum taka sær av eitt nú fullum fólki, sigur Ingmar Hammer, vakthavandi á politistøðini í Havn Tað er ikki lætt at skula lýsa ein festival við einum orði, men R ddin hevur møtt nøkrum festivalgestum, sum hava lýst ársins G festival sera væl. Í staðin fyri bíðirøðirnar við sjálvtøkurnar, har fólk fingu 450 krónur út um dagin, sleppa tey nú at taka út góðar 3.000 krónur um vikuna. Pengarnir fara heldur ikki at røkka so langt sum áður, tí meirvirðisgjaldið hækkaði 10 posent úr 13 til 23 prosent í morgun. Tað er eitt av krøvunum, sum lánsveitararnir hava sett Grikkalandi. Reiðaríini, sum senda skip til markelfiskiskap, mugu næstu tvær vikurnar bíða í spenningi, tí næstu vikurnar fara at geva ábending um samlaða makrelfiskiskapin í ár, skrivar blaðið. Makrelfiskiskapurin í Grønlandi var smákrevjin av byrja við. Í 2011 fiskaðu grønlendingar 62 tons av makreli. Árið eftir vaks fiskiskapurin upp í 528 tons, í 2013 upp í 53.600 tons. og í fjør fiskaðu grønlendingar 78.405 tons av markeil. Seinni í dag kemur kubanski uttanríkisráðharrin Bruno Rodriguez til Washington at hitta amerikanska uttanríkisráðharran John Kerry. Amerikanarar hava framvegis ikki frítt at fara til Kuba sum ferðafólk, og amerikanska handilsbannið móti Kuba er framvegis í gildi. Tað hevur millum annað við sær, at amerikanskar fyritøkur ikki kunnu gera íløgur í kubanskt vinnulív. Kubanski forsetin, Raul Castro, hevur heitt á Barak Obama, forseta, um at taka handilsbannið av, tí so leingi tað er í gildi, verða viðurskiftini landanna millum ikki vanlig aftur. Fyrsti amerikanski sendiharrin í Havanna er Jeffrey De Laurentis. Hann hevur framman undan verið sendimaður á teirri umboðsstovu, sum USA hevur havt á Kuba. Og tað kann meira enn so henda, at hon verður størri enn tað, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður. Hann sigur, at norðhavssildin er illa fyri, og fyrilit eru tikin í kunngerðini. Seinnapartin hósdagin fer hann at leggja svartkjaftakvotuna í 2015 fyri landsstýrið. Michel Platini hevur onga áheitan fingið úr Føroyum um at stilla upp, men hann fær stuðul úr Føroyum, sigur Christian Andreasen, forseti í Fótbóltssambandi Føroya. Forsetin í FIFA verður valdur á eykaaðalfundi, og starvsnevndin í FIFA hevur í dag boðað frá, at eykaaðalfundurin verður 26. februar næsta ár. Michel Platini hevur enn IKKI boðað frá, um hann stillar upp, men undirtøka sigst vera fyri honum ikki bert í evropeiska fótbóltssambandinum, men eisini í Asia, í Suður amerika og í fólbóltssambandinum fyri Norður og Miðamerika og Karribia. Sitandi forseti í FIFA, Sepp Blatter var 29. mai afturvaldur fyri fimtu ferð, men fýra dagar seinni boðaði hann frá, at hann fór at leggja frá sær. Jordanski Ali, prinsur, sum stillaði upp ímóti Sepp Blatter í mai mánað, hevur ikki boðað frá, um hann stillar upp aftur, men sigur, at Sepp Blatter eigur at leggja frá sær beinan vegin og eigur ikki at standa á odda fyri teimum broytingum, sum gerast skulu í FIFA. Ólavur Thomsen er 40 ára gamal og býr í Leirvík. Hann tók læraraprógv í 2005 á Lærararskúlanum í Ribe, og hann hevur eisini tikið skeið í leiðslu á Akademiútbúgvingini á Føroya Handilsskúla. Eftir lokna útbúgving var hann fyrstu árini lærari við felagsskúlan á Oyrarbakka, og seinastu tvey árini hevur hann verið skúlastjóri í Vestmanna skúla. Tá frítíðarstovan letur upp aftur eftir summarfrítíðina, kunnu foreldur fáa børnini ansa fulla tíð, tá skúlarnir hava frí eitt nú í heystfrítíðini, í páskafrítíðini og eisini tríggjar vikur um summarið. Er tørvur á ansing uttan fyri hesi tíðarskeið, ber eisini til at gera aðra avtalu við frítíðarstovnin um ansing fulla tíð. Tá er gjaldið 300 krónur um vikuna afturat fasta mánaðarliga gjaldinum. Føroyar og Ísland hava ongan sáttmála um at veita skipum tænastur í havnum, og tí fekk Næraberg í gjár boð um at venda, tá hann kom til 12 fjórðinga markið um Ísland. Løgmansskrivstovan hevur einki krav fingið frá kommununum, sum høvdu útreiðslur í sambandi við fínu vitjanina, sum kortini varð av ongum. Tað er eitt sindur løgið, tí tað verður væntað av okkum, at vit verja skrivi og talufrælsið til at siga hvat vit vilja, men tað er ongin sum torir tað, sigur Laurent Sourisseau, sum gevur út sínar tekningar undur navninum Riss í Charlie Hebdo. 12 fólk lótu lív, tá tveir brøður lupu á Charlie Hebdo í Paris, og seinni sama dag lótu fleiri lív í einum jødiskum handli. Seinni átók al Qaeda sær ábyrdgina av terrorálopinum á Charlie Hebdo. Henrik Gerster hevur fyrr verið venjari hjá Stjørnuni við góðum úrslitum, men seinastu árini hevur hann verið knýttur at VÍF. Hann hevur eisini vant H71 og Kyndil. Stjørnan hevur ikki staðið seg væl seinastu arini, men málið er aftuir at vera topplið um tvey ár, sigur Henrik Gerster við Sosialin. Mansliðið hjá KÍF hevur eisini fingið nýggjan venjara. Talan er um 38 ára gamla danan, Jeppe Borch, sum áður hevur vant undgdómslið í Oure, skrivar Sosialurin. Vísindafólk siga, at veðurlagsbroytingarnar kunnu elva til ógvusligan turka í fleiri londum, og aðrastaðni kann tað hava nógv regn við sær. Tað er serliga fyribrigdið El ninjo, ið er orsøk til broytingarnar í veðurlagnum. Tað sigur Jesper Teilgaard, veðurfrøðingur hjá Danmarks Radio. Í desember hittast fleiri av heimsins leiðarum til toppfund í París, sokallaða COP21, har veðurlagsbroytingarnar og upphitingin av jørðini verða umrødd. Og væl hevur gingist, tí tveir triðingar av teimum kvinnunum, ið hava tikið útbúgvingina sum stílráðgevi hjá Sýru Design, starvast sum stílráðgevar kring landið. Katrina í Geil leggur dent á, at klæðini altíð skulu fáa kvinnuna at tykjast vakrari. Eisini, um talan er um føroysk klæðir til ólavsøkuna. Hoyr samrøðuna við Katrinu í Geil og stílráðgevan Almu á Lava, ið varð send í Summarmorgni 21.juli 2015. Sum støðan er, mugu pengar ikki flytast úr Grikkalandi, og tað merkir, at grikskir innflytarar ikki fáa goldið fyri vørurnar í hesum føri fyri norskan fisk. Fram til juni mánað í ár var útflutningurin av fiskavørum til Grikkalands 8.200 tons. Tað er ein minking uppá 20 prosent í mun til somu tíð í fjør, verður sagt. Laksur, saltfiskur framleiddur úr toski og longu, fiskamjøl og lýsi eru størstu vørubólkarnir, tá talan er um norskan útflutning til Grikkalands. Ísraelsmaðurin, Efraim Zuroff, ovasti stjóri fyri deildini á Simon Wiesenthal stovninum, sum kannar nazistisk krígsbrotsverk, hevur meldað. Sambært upplýsingum, sum DR hevur fingið, er talan um nú 90 ára gamla Helmuth Leif Rasmussen, ið var hermaður í danska Fríkorpsinum. Hann býr í dag í Keypmannahavnar økinum. Efraim Zuroff segði við fjølmiðlar beint eftir at hann hevði meldað Helmuth Rasmussen til løgregluna, at her er talan um tey góðu móti teimum óndu. Eg eri her vegna ofrini og familjur teirra. Og vit vilja, at rættvísi skal sigra. Og fer rættvísi at sigra, er tað sigur fyri okkum øll og fyri Danmark, segði Efraim Zuroff, leiðari fyri kanningardeildini fyri krígsbrotsverk á Simon Wiesenthal stovninum. Tá avhoyringin var liðug seinnapartin í gjár, vórðu fólkini latin leys og mál teirra latin ákæruvaldinum, sum skal avgera, um málini skulu leggjast fyri Føroya rætti. Fólkini, ein 31 ára maður úr Týsklandi og ein 40 ára gomul kvinna úr USA, eru skuldsett fyri at hava brotið grein 9 í nýggju grindalógini, tað er fyri ikki at gera eftir boðunum frá sýslumanninum, tá roynt varð at fáa rakstur á eina grind í Kalsoyarfirði í gjáramorgunin. Fer ákæruvaldið í rættin við teimum báðum Sea Shepherd fólkunum, verður tað fyrstu ferð, at revsiásetingin í nýggju lógini skal roynast í rættinum. Bumban í Suruk í gjár brast uttan fyri ein mentanardepil har nógv ungfólk vóru savnaði, ið ætlaðu sær til sýriska marknabýin Kobane, at hjálpa til at byggja býin uppaftur aftaná bardagarnar har millum kurdar og islamska statin, ið gjørdu eina miseydnaða roynd at taka býin. Turkaland er tó farið at gera meira fyri at steðga hóttanini úr Sýria og Irak, og hildið verður, at hetta kann hava fingið islamistarnar at fremja sjálvmorðsbumbuálopið í Suruk. Løgreglan heldur kortini ikki, at tey gjørdu nakað skeivt, tá tvey fólk frá Sea Shepherd vóru handtikin klokkan 8.40 í gjáramorgunin. Advokaturin fekk boðini frá talskvinnuni hjá Sea Shepherd. Jógvan Páll Lassen var kortini við, tá fólkini vóru avhoyrd av løgregluni seinnapartin í gjár. Tey bæði skulu í rættin hósdagin brot á grindalógina. Í Oslo lótu átta fólk lív og 30 fólk fingu skaða, tá ein 950 kilo stór bilbumba sprongdist og oyðilegði seks bygningar hjá stjórnarráðum og skrivstovuna hjá forsætisráðharranum. Í næstu viku letur upp framsýning av lutum frá hesum yvirgangsatsóknum, millum annað verða sýndar fram restirnar av bilinum, sum varð sprongdur í luftina og falska løgreglukortið hjá Breivik. Framsýningin verður opin í fimm ár og verður í stjórnarbygninginum í miðbýnum í Oslo, har umvælingararbeiði framvegis verður gjørt eftir yvirgangsálopið. Ikki allir norðmenn eru samdir um, at lata upp slíka framsýning á staðnum, har fleiri fólk lótu lív. Nógv av teimum hava ikki tørv á at verða mint á yvirgangsmannin, sigur sakførarin hjá nøkrum av teimum, sum sluppu undan atsóknunum á lívi. Hann vísur á, at tað hevði verið óhugsandi, at ognarlutir hjá Osama bin Laden høvdu verið sýndir fram á Ground Zero í New York, eftir yvirgangsálopið 11. september 2001, sum al Keida leiðarin legði tilrættis. Fyriskipararnir siga hinvegin, at framsýningin skal virka sum kunningarátak, og hon er gjørd í samstarvið við nøkur avvarðandi. Vit eiga ikki at gloyma hesa hending. Vitan er týdningarmesta amboð móti hatri, harðskapi og víðgongd, sigur norski kommunu og moderniseringsráðharrin, Jan Tore Sanner. Í ár skipar sosialdemokratiska ungmannafelagið fyri fyrstu ferð eftir yvirgangsálopini, aftur fyri summarlegu á Utøya. Legan verður í august mánað. Tá avhoyringin var liðug seinnapartin mánadagin, vórðu fólkini latin leys og mál teirra latin ákæruvaldinum, sum skuldi avgera, um málini skuldu leggjast fyri Føroya rætti. Sea Shepherd fólkini, ein 31 ára maður úr Týsklandi og ein 40 ára gomul kvinna úr USA, vórðu skuldsett fyri at bróta grein 9 í nýggju grindalógini, tað er fyri ikki at gera eftir boðunum frá sýslumanninum, tá roynt varð at fáa rakstur á eina grind í Kalsoyarfirði mánamorgunin. Rættarfundurin í morgin er serliga spennandi, tí hann fer at avgera, hvussu revsingin skal vera fyri at bróta grein 9 í grindalógini tað er sjálvandi, um rætturin heldur, at tey ákærdu eru sek. Um ríkar familjur í Noreg vilja hava húshjálp, skulu tær rinda tað, sum tað kostar. Au pair skipanin hevur broytt seg til skipan, har tú fært bíliga arbeiðsmegi til Noregs. Og tí haldi eg at hon skal strikast, sigur Marit Arnstad. Marit Arnstad vónar, at fleiri flokkar at taka undir við uppskotinum, og sigur, at í hvussu er er neyðugt við orðaskifti um skipanina. Tað er týðuligt, at alt ov nógv av teimum, sum hava au pair í Noreg, í veruleikanum vilja hava bíliga arbeiðsmegi at hjálpa til í húsinum, og tað ber ikki til. Tað hevur ongantíð verið meingini, sigur Gerd Kristiansen. Millum krøvini er at au pairin skal vaska vesi við hond so langt niður sum tey yvirhøvur kunnu koma at húsini skulu altíð vera rein og ruddilig vaskimaskinan skal tømast í somu løtu, sum hon er liðug at vaska au pairin skal taka hundalortar upp úr grasvøllinum og bikarljós skulu verða tendrað, áðrenn au pair in gevur boð um, at nú er døgurðin klárur. Í einum føri, sum VG hevur fingið innlit í, fór verts familjan víða, og segði við au pairina, at eftir røttum átti hon at arbeiða í mesta lagi 30 tímar um vikuna, men tú talar ikki um tað, skrivar vg.no. Seks ungir spælarar eru til dømis framvegis í Laos, eftir at fótbóltsfelag í februar hevði verið í Vesturafrika eftir 23 spælarum til ein óskrásettan fótbóltsskúla. Reglur hjá altjóða fótbóltssambandinum FIFA siga, at tað er ólógligt at flyta fótbóltsspælarar til útlendsk feløg, fyrr enn teir eru 18 ára gamlir. 14 ára gamal drongur úr Liberia sigur, at hann varð noyddur at skriva undir sáttmála uppá seks ár og fekk lovað bæði løn og bústað, men bæði hann og teir, ið vóru komnir til felagið í Laos saman við honum, fingu ongastaðni at vera og máttu sova á gólvinum í felagshølinum á fótbótsvøllinum. Eftir trýsti frá FIFA og altjóða yrkis spælarafelagnum sluppu afrikanararnir heimaftur. 17 fóru heim, men seks vóru eftir egnum ynski verandi eftir í Laos. Dømi úr Laos er ikki einsamalt. Fólk við innliti í slík mál siga, at hvørt ár fara 15.000 ungir spælarar úr Afrika nógvir teirra ólógliga til onnur lond við vónini um, at teir fara at hava eydnuna við sær. Funnist verður at altjóða fóltbóltssambandinum FIFA fyri at gera alt ov lítið við slík mál og avmarka talið av ungum spælarum, sum verða lokkaðir við føgrum orðum, men enda sum offur fyri tí, ið kann samanberast við trælahald. Avrikið hjá rituvíkinginum, Antoni Olsen, varð met at vera so heiðurligt, at Margretha Drotning heiðraði hann við Dannebrogsheiðursmerki. Linh Nguyen var eitt av teimum flóttafólkunum, sum Anton Olsen bjargaði. Í maj gav hon eina bók út Linh Nguyen Rejsen til frihed. En vietnamesisk b dflygtning fortæller. Í hesari bókini sigur Linh frá ferðini frá Saigon til Danmarkar, har hon býr í dag. Eldgosið, sum er í grannaoynni, Java, sprænir øsku 3.000 metrar upp í luftina. Vindurin leiðir øskuna í landsynning móti Bali, skrivar NTB tíðindastovan. Skal oljunýtslan minka mugu politikararnir uppí. Vit kunnu ikki vænta, at vinnan og fólk av sínum eintingum fara at brenna minni olju, sigur Umhvørvisstovan. Og hon nevnir eisini nøkur tiltøk, sum landsstýrið og løgtingið kunnu taka til sín, so sum avgjøld á aðra orku enn ta, sum kemur frá varandi orkukeldum sum vatni og vindi. Og avgjøld á útgerð, sum brúkar nógva orku. Til ber eisini at lata orkusparandi tiltøkum stuðul. Umhvørvisstovan staðfestir longu í 2005, at Føroyar neyvan røkka málinum í veðurlagspolitikkinum, sum er at útlátið í 2020 verður í minsta lagi 20 prosent minni enn í 2005. Oljunýtslan til upphiting minkar støðugt, men torført verður at røkka málinum, sum er at nýtslan í 2020 verður helvtina av nýtsluni í 2005. Fiskiskipini eiga 42 prosent av útlátinum av vakstrarhúsgassi. Síðani 2009 er útlátið hjá fiskiskipum mest sum vaksið á hvørjum ári, skrivar Umhvørvisstovan á heimasíðu sínari. Og einki ítøkiligt er gjørt fyri at minka hetta útlátið. 1. august er eitt ár síðani kópakonan varð avdúkað, og tá verður skipað fyri Kalsoyardegi. Olivur Thomsen er formaður í ferðavinnufelagnum. Tóra við Keldu hevur verið ógvuliga sjónlig í føroyska samfelagnum seinastu árini og er ein fjølbroytt og savnandi kvinna, sigur Annsy Høghamar, forkvinna í Tórshavnar ítróttarráði, ið samskipar ólavsøkuna saman við Tórshavnar kommunu. Ein eyka býráðsfundur var í Fuglafirði í síðstu viku, tí kommunan skuldi samtykkja eina eykajáttan at keypa grót fyri 12,5 milliónir krónur. ISIL er í holt við at stovna ein islamiskan stat í miðeystri. Eitt kalifat, eitt einaveldisstýri. Endamálið er ein etnisk útreinsan av øllum teimum, sum ikki taka undir við ultrakonservativu tulkingini av Koranini. Kristin, jødar, shiamuslimar og kurdar verða dripin púra náðileyst. Eygleiðarar halda, at felagsskapurin er farin undir størstu útreinsanina í mannaættini. ISIL hevur seinastu tvey árini tikið ræðið á meginpartinum av Irak, og felagsskapurin vinnur seg alsamt meira fram í Sýria við sharialóggávuni sum grundarlag. Felagsskapurin hevur nú landaøki við seks milliónum íbúgvum og sjálvt landaøki er á stødd við Bretland. Abu Bakr al Baghdadi stendur á odda fyri teimum svartkløddu hermonnunum, sum náðileyst drepa frá hond í miðeystri. Undirtøkan fyri honum er stór. Hvønn dag koma stríðsfúsir menn úr øllum heiminum at taka lut í stríðnum at reisa ein islamiskan stat. Hermegin er nú meira enn 30 túsund menn. Í miðeystri taka tey til rýmingar undan brutalu avrættingunum og trælahaldinum. ISIS masjerar nú við sínum svarta og hvíta flaggi inn í nógv landaøki uttan mótstøðu. Flaggið, sum undir ongum umstøðum tekur undir við trúðarfrælsi, kvinnum í almenna rúminum og mannarættindum sum heild. Bretski forsætisráðharrin, David Cameron, hevur boðað frá, at Bretland er sinnað saman við USA at bumba tann statin, sum spakuliga festir røtur í Irak og Sýria. Tey, sum hava rætti til at fáa pengar úr trotabúnum, fáa sambært uppskotinum hjá bústjórunum 26,3 prosent av tí, sum tey áttu hjá Faroe Seafood, tá stóra fyritøkan fór á húsagang fyrst í desember í 2010. Kirkjan hevur fingið eina stóra umvæling innan og uttan, millum annað eru gólvini í forkirkjuni, kórinum og lutvís á kirkjuloftinum tikin upp, umvæld, styrkt og løgd av nýggjum og elveitingin er løgd av nýggjum. Uttan eru ábøtur eru gjørdar á klædning og á vindeygu. Túnið kring kirkjuna er skipað av nýggjum, og er nú lagt við føroyskum grótflísum. Bygdaráðið í Porkeri hevur eisini samtykt at taka av tilboði frá Suðuroyar Sparikassa um at steðga við avdráttum av lánum í 2015, men rentan verður goldin sum vanligt. Men trygdarráðgevar hava í langa tíð arbeitt við ætlanini, og hetta verður tikið sum eitt tekin um, at Obama, forseti, hevur ítøkiliga ætlanir um at lata Gunatanamo aftur. Tað er eftir boðum úr ES, altjóða valutagrunninum IMF og evropeiska miðbankanum, at Grikkaland skal gera eina røð av nýskipanum, skal landið fáa fleiri lán. Hóast meiriluti í tjóðartinginum tók undir við spariætlanini, er talan um trupla støðu hjá Alexix Tsipras, forsætisráðharra, tí fleiri í hansara egnu stjórn taka ikki undir við ætlanini. Maðurin varð tikin í Havn fríggjadagin 10.juli. Hann varð skuldsettur fyri at hava givið einum vaktarmanni í SMS nevan í andlitið og fyri at hava brotið ein rút í einum húsum í Havn. Føroya rættur avgjørdi í gjár, at maðurin skal sita dómin alt fyri eitt, so hann varð koyrdur niðan aftan í Mjørkadal eftir rættarfundin. Umframt hendingina í London siga bretsku flogferðslumyndugleikarnir frá seks øðrum hendingum tíðarskeiðið frá mai í fjør til mars mánað í ár, har dronur og flogfør hava verið um at renna á hvørt annað. Stjórin Tim Johnson fyri bretska Civil Aviation Authority ávarar tey, sum hava dronur og sigur, at flúgva tey nærhendis einum flogvølli, sum í London, eru tey har heimsins mesta ferðsla er. Halda fólk ikki reglurnar og vera dømd sek í at hava komið flogførum í vanda, kunnu tey fáa fimm ára fongsulsrevsing sigur Tim Johnson. Í Bretlandi siga reglurnar, at dronur ikki mugu flúgva hægri enn 122 metrar, og tann, sum stýrir henni, skal síggja dronuna alla tíðina og ikki vera longur burtur frá henni enn 500 metrar. Í Danmark og í Føroyum verður tvørkynleiki ella transeksualitetur enn skýrdur at vera ein sálarlig sjúka. Er mann tvørkyndur, fær mann sálarligu diagnosuna F.64.0, sum stendur fyri transeksualitet . Hendan diagnosan hoyrir undir bólkinum órógv í kynsliga samleikanum . Orsakað av, at tvørkynd enn verða bólkað sálarlig sjúk, er einans ein klinikk í danska kongaríkinum, ið veitir viðgerð til hesar sjúklingarnar , sum danska heilsuverkið tekur til. Tað er Sexologisk Klinik í Keypmannahavn. Føroysk tvørkynd noyðast tí til Danmarkar, um tey ynskja at skifta kyn. Meðan grannalondini og hini londini í Evropa gerast meira og meira frísinnað og fara burtur frá at bólka tvørkynleika sum eina sálarliga sjúku, stendur Danmark í stað. Tí kann tilgondin tvørkynleika fara yvir mark, um tvørkynd sjálvi ikki meta, at tey eru sálarliga sjúk. GG Vit ávara móti grovum málburði, tí teir spurningarnir, ið koma fyri í innslagnum, eru ógvusligir. Men hetta eru spurningar, ið koma frá danska heilsuverkinum. Starvsøkið er umfatandi. Deildarstjórin varðar av fíggjarviðurskiftum, KT, HR, starvsfólkamálum, journalini og sendistovuskipanini. Deildarstjórin skal taka stig til at tryggja, at Løgmansskrivstovan mennist, er nútímans og, at starvsfólkatrivnaðurin er í hásæti. Tá avhoyringin var liðug seinnapartin mánadagin, vórðu fólkini latin leys og mál teirra latin ákæruvaldinum, sum avger, um málini skulu leggjast fyri Føroya rætti. Sea Shepherd fólkini, ein 31 ára maður úr Týsklandi og ein 40 ára gomul kvinna úr USA, eru skuldsett fyri at bróta grein 9 í nýggju grindalógini, tað er fyri ikki at gera eftir boðunum frá sýslumanninum, tá roynt varð at fáa rakstur á eina grind í Kalsoyarfirði mánamorgunin. 1. juli búðu sostatt 3.840 fólk í Runavíkar kommunu, og hetta er tað mesta nakrantíð. Inntøkurnar hjá kommununi vuksu nógv fyrra hálvár í ár. A skattainntøkan er vaksin úr 57,1 millión í fjør upp í 61,1 millión krónur fyrra hálvár í ár. Vøksturin er fýra milliónir krónur. Nógv virksemi er í kommununi, og bæði almennar og privatar íløgur verða gjørdar, og bjartskygni ræður aftur í vinnulívinum, sigur kommunan á heimasíðuni. Helgi Michelsen, fornfrøðingur, sum stendur fyri útgrevstrinum í Koltri hevur havt fýra lesandi aftrat sær. Tveir føroyingar og tveir útlendingar. Grafikkkortið á veður heimasíðuni hjá BBC tíðliga í morgun vísti havleiðirnar nærindis Skotlandi, har eitt lágtrýst við regni og nógvum vindi norðan og vestanfyri Skotland var. Kortið vísti Hetland og Orknoyggjar á røttum staði, men Føroyar vóru ikki á kortinum. Í staðin fyri Føroyar, sum eru 200 míl í útnyrðing úr Hetlandsoyggjunum, hevur BBC skrivað Fair Isle. Útreiðslurnar til Heilsudepilin í Vágum eru býttar millum kommunurnar eftir fólkatalinum. Vága kommuna eigur størra partin, tí har búgva 1.900 av teimum 3.000 fólkunum Tað vóru upprunaliga tríggir bólkar. Nú hava teir fingið savnað tveir bólkar og mett verður, at talan er um 100 til 200 hval. Grindin er hampuliga góð at reka. 40 ára gamla amerikanska kvinnan, sum politiið tók mánamorgunin í Kalsoyarfirði, noktaði seg seka, tá hon varð avhoyrd í Føroya rætti í dag. Hon varð sjálv onnur tikin í RIB bátinum Farley hjá Sea Shepherd í Kalsoyarfirði mánamorgunin. Hon varð avhoyrd í dag, tí hon skal av landinum fyrsta dagin. Sambært ákæruvaldinum hevur kvinnan brotið grindlógina, tí tey vóru nærri grindarakstri enn ein fjórðing, og tí tey ikki gjørdu eftir boðunum frá sýslumanninum. Føroya rættur avgjørdi, at politiið kann hava bátin og tað, sum var í honum, tá hann varð tikin, tí málið móti teimum báðum Sea Shepherd fólkunum verður dómsviðgjørt. Ikki er greitt enn, nær tað verður. Kvinnan segði, at hon er í Føroyum sum ferðafólk. Men ákærin vísti henni manningarlistan hjá Sam Simon, har sum navn hennara stendur. Hon segði seg annars ikki minnast nógv av tí, sum hendi í Kalsoyarfirði fyri fýra døgum síðani. Summum spurningum vildi hon ikki svara og í onkrum førum segði hon seg ikki vita. Upplýst var í rættinum í dag, at politiið ætlaði at avhoyra skiparan á Sam Simon í morgin, tí hann er undir illgruna fyri at hava brotið grindalógina. Men Sam Simon er farin til Hetlands. Vit bjóðaðu Jákup Eli Joensen í Rúmið at spæla eitt lag fyri okkum. Jákup Eli er nokk mest kendur fyri lagið Vanja , sum eisini bleiv kosin ársins sangur á Planet Awards í 2011. Tvey fólk ein 44 ára gomul kvinna og ein 24 ára gamal maður vóru handtikin á sjónum. Hini bæði ein 36 ára gomul kvinna og ein 30 ára gamal maður vórðu handtikin á landi. Grindin, sum legði beinini í Sandágerði í gjárkvøldið, verður býtt í drápspartar, skrivar Tórshavnar Kommuna á heimasíðuni. Talan er um 142 hval og skinnini eru tilsamans 1009 í tali. Omanfyri 1100 fólk og 150 bátar eru á listanum. Seðlarnir verða útflýggjaðir á Vestaru bryggju í morgun umleið klokkan 8. Meira verður at frætta eftir klokkan 7 í morgun, sigur kommunan á heimasíðuni. Tí er tað tann, ið bjóðar mest, sum fær laksin. Og har eru kinverjar ikki nóg grammir, vísa hagtøl. Amerikanski marknaðurin er munandi meir hugaður at gjalda fyri føroyska laksin. Vit eru meira óttafull um hóttanirnar frá ISIL enn Al Qaeda. Hóttanirnar frá ISIL eru øðrvísi og tað er trupult at finna fólkini, ið standa aftan fyri hóttanirnar. Og tað ger arbeiðið ógvuliga trupult, sigur James Covey. Kortini hevur tað ikki enn eydnast FBI at finna fram til, um tað er ISIL, ið stendur aftan fyri álopini, og hvørji fólkini eru. Tó hevur FBI illgruna um, at tað er ISIL, ið eigur ábyrgdina. Rættuliga nógv fólk var í Sandagerði í gjárkvøldið, tá grindin legði beinini. Beinta Løwe var í Sandagerði í gjárkvøldið og hon gjørdi reportaguna. Og seinnapartin í gjár løgdu 111 hvalir beinini í Bø. Hon verður býtt í drápspartar. Seðlarnir komu út á bryggjuni í Sørvági klokkan sjey. Grindin er 755 skinn, parturin er 0,6 skinn. Ta grindina sóu ferðafólk í Mykineshólmi. Grindin var sunnan fyri Mykisneshólm. Í Bø tók politiið fýra Sea Shepherd fólk. Tvey vórðu tikin á sjónum, ein 44 ára gomul kvinna og ein 24 ára gamal maður, og tvey á landi, ein 36 ára gomul kvinna og ein 30 ára gamal maður. Politiið tók eisini ein lítlan bát hjá Sea Shepherd. Havstovan, fiskifrøðingarnir, mæltu annars til at strika allar óbrúktar fiskidagar og harafturat helvtina av teimum døgum, sum tá eru eftir hjá teimum, sum fiska toska og hýsu. Men Jacob Vestergaard lurtar eftir hinari serfrøðini, sum er fiskivinnan. Løgtingið skal í seinasta lagi 18. august hava samtykt fiskidagarnar næsta fiskiár, sum byrjar 1.september. Hoyr samrøðuna við Bergtóru Olsen, sum eisini var umborð á Claru Mærsk fyri 40 árum síðani. Hon tosar millum annað um sjálva ferðina og flóttafólkini, um kvinnuna ið føddi sítt barn umborð og um tíðina eftir hendingina. Hoyr hugnaligu sendingina úr Mykinesi, har prátað varð við ferðafólk, vit vóru á rundferð í bygdini og hoyrdu um alt tað, ið fer fram í vestastu oyggj í Føroyum Tá Ferðaliðið fyrr í vikuni var í Vágum, bleiv eisini vitjað í Gásadali. Í lítlu, hugnaligu bygdini, sum verður væl vitjað av ferðafólkum, hevur Ann Árnastein latið sín egna handil upp. Hetta er ein dreymur fyri meg. At kunna gera tað, eg tími best, og samstundis vera í Gásadali, sigur Ann Árnastein. Jakob Kruger, ítróttarstjóri í Vendsyssel, sigur við bold.dk, at Rene Shaki Joensen er leikari, sum kann brúkast á fleiri plássum. Hann hevur í royndartíðini hjá okkum víst, at hann er góður at hava í hópinum, og at hann hevur uppiborið møguleikan at prógva sítt virði. Væntandi verða fólkini latin leys eftir avhoyringarnar. Politiið fer at biðja um passið hjá teimum, so tey ikki rýma av landinum, áðrenn mál teirra eru endað. Sea Shepherd fólkini, sum vórðu tikin í Bø seinnapartin í gjár og í Sandágerði í gjárkvøldið, tvær kvinnur og tríggir menn, eru úr Suðurafrika, Belgia, Luksembourg, Italia og Fraklandi. Politiið hevur eisini myndir, sum fólk tók av Húsum. Á myndunum eru Sam Simon og ein RIB bátur, sum politiið sigur er Farley, sum politiið tók í Kalsoyarfirði. Tá 40 ára gamla kvinnan, sum stýrdi Farley í Kalsoyarfirði, varð avhoyrd í Føroya rætti í gjár, nevndi ákærin, Linda Hesselberg, nøkur vitni, sum stuðla uppáhaldinum hjá ákæruvaldinum, at tey bæði handtiknu Sea Shepherd fólkini órógvaðu royndirnar at fáa rakstur á grindina. Men Jógvan Páll Lassen, verji, svaraði, at seks onnur vitni eru, sum siga nakað annað, at Farley ongantíð var í námind av grindini. Tey sóu ongantíð nakra grind, segði verjin. 40 ára gamla amerikanska kvinnan, sum politiið tók mánamorgunin í Kalsoyarfirði, noktaði seg seka, tá hon varð avhoyrd í Føroya rætti í gjár. Sambært ákæruvaldinum hevur kvinnan brotið grindalógina, tí tey vóru nærri grindarakstri enn ein fjórðing, og tí tey ikki gjørdu eftir boðunum frá sýslumanninum. Føroya rættur avgjørdi, at politiið kann hava bátin og tað, sum var í honum, tá hann varð tikin, til málið móti teimum báðum Sea Shepherd fólkunum, sum vórðu tikin í Kalsoyarfirði, verður dómsviðgjørt. Ikki er greitt enn, nær tað verður. Kvinnan segði, at hon er í Føroyum sum ferðafólk. Men ákærin vísti henni manningarlistan hjá Sam Simon, har sum navn hennara stendur. Hon rindaði sjálv ferðaseðilin úr USA til Týsklands, har Sam Simon lá. Men hon rindar ikki fyri matin umborð. Á rættarfundinum í gjár segði dómarin við Sea Shepherd kvinnuna, at gamaní er hon ikki komin til Føroya at fremja lógarbrot. Men vandin fyri lógarbroti er har. Og hon hevur skyldu til at kenna grindalógina, og tryggja sær, at umsetingin av lógini er nóg góð. Kvinnan segði, at hon hevði sæð grindalógina, sum Sam Simon fekk umborð frá politinum. Hon segði tó ikki, at hon hevur lisið lógina. Eftir hýrinum at døma, dámar føroyingum framvegis væl bæði at drepa og eta grind. Bergljót Debes Hentze skifti orð við fólk á bryggjuni. Á Hornøya uttanfyri Vardø er nógv meiri lomvigi nú. Vit síggja lomviga á plássum har vit aldrin hava sæð lomviga fyrr, sigur Tone Reiertsen fuglagranskari. Lomvigastovnurin hvarv næstan veturin 1986 87. Óvanligt veður í Barentshavinum gjørdi, at ongin sjógvur við æti kom upp av havbotninum og hetta hevði álvarsligar fylgjur fyri alla vistskipanina. Hetta lomvigabergið hevur stóran týdning, tí lomvigin í øllum Norra er minkaður við 90 prosentum síðani 60 ini, sigur Tone Reiertsen. Tann eina er, at Hornøya liggur so nær við Barentshavið, har føði er at fáa. Harafturat er nógv toskayngul tætt við lomvigabergið. Toskayngulið fer frá gýtingarplássunum fram við norsku strondini og endar í Barentshavinum. Yngulið dregur eisini at sær onnur fiskasløg so sum lodnu og sild, sum pisurnar liva av, sigur Tone Reiertsen. Men hóst framgongdina á Hornøya so er myndin framvegis, at sjófuglurin minkar, men hví hann ger tað, er framvegis ikki heilt greitt, og nógvar kanningar vera gjørdar fyri at finna sambandið millum føði og fuglastovn. Eisini umrøða vit gula funkishúsi, ið stóð á Boðaneshamri, og el veitingarhúsið, ið er varðveitt, og stendur við síðuna av Boðanesheiminum. Vit vóru eisini undir Kleynisvarða, har veðurstøðin var, og har Brynhild Thomsen greiddi okkum frá forvitnisligum søgum, ið pápi hennara Hans Thomsen, hevði sagt henni. Eisini sóu vit tað, ið er eftir av peilistøðini við Oyggjarvegin tey trý bumbuholini, ið eru skamt frá Hotel Føroyum eins og skjótibreytina í Villingardali. Klokkan hálvgum tvey steðgaði løgreglan í Havn einum hýrivogni, tí onnur baklyktin var farin. Tað vísti seg, at førarin hevði lænt bilin frá øðrum av foreldrunum, tí hann skuldi til arbeiðis. Men tað er ikki loyvi at brúka ein bil, sum er skrásettur sum hýruvognur til privata nýtslu, so Akstovan og TAKS fáa boð um hetta. Klokkan fimm minuttir yvir tvey ringdi ein ung kvinna til løgregluna og bað tey koma at tosa við vinkonu sína tær vóru á einum skeinkistaði í Havn. Løgreglan kom og unga kvinnan greiddi frá, at hon framman undan hevði gingið eftir Grím Kambansgøtu. Komin til grøna økið móti Dr. Jacobsensgøtu var ein maður komin aftani frá og hevði roynt at hálað hana við sær. Tað eydnaðist honum ikki og maðurin tók til beins eftir Dr. Jacobsensgøtu og sneiddi so av á Dalavegnum. Sambært vakthavandi á løgreglustøðini í Havn var maðurin millum 20 og 25 ár, 180 190 sentimetrar høgur, ljóst hár, vanliga bygdur, í svartari hettutroyggju og ljósum buksum. Tað vóru eingi sjónlig spor á kvinnuni, sum kunnu hjálpa løgregluni nærri at, hvør maðurin var. Løgreglan leitaði eftir at hava tosað við kvinnuna, men funnu ikki mannin. Eisini í Klaksvík vóru boð eftir løgregluni, tí klokkan 19 minuttir yvir fýra varð boðað frá bardaga uttan fyri Pitsa 67. Um tað var um eina pitsa sigur søgan einki um, men komin á staðið var einki koma eftir eingin bardagi, einki fólk og eingin pitsa. Grikkaland hevur aftur biðið um enn eitt lán. Hesaferð hevur grikska stjórnin biðið Valutafondin IMF um lán, skrivar DR. Flestu londini í heiminum eru limir í IMF, ið verður mettur sum ein lagaligur grunnur. Men IMF hevur verið útskeldað av griksku borgarunum. Fyri Týskland er tað tó avgerandi, at IMF er við, og tískil hava grikkar nú vent sær til IMF fyri at sleppa burturúr fíggjarliga óskilinum. Grikkaland hevur tørv á 86 milliardum evrum í stuðli, og grikska stjórnin adkvøddi í síðstu viku fyri teimum fyrstu fýra lógunum, sum skulu fáa fíggjarstøðuna í Grikkalandi á rætt lag aftur. Sea Shepherd hava verið sjónlig í samband við grindirnar, sum hava verið í Føroyum, síðan Sea Shepherd komu til landið í ár. Men tað er ikki bara her í landinum, at Sea Shepherd ger vart við seg. Teirra átak at steðga grindadrápið er so mikið víðfevnt, at tað fer heilt upp á tindarnar í politisku skipanini í Danmark, tí í hesum døgum fáa allir fólkatingslimirnir hundraðtals teldupostar frá Sea Shepherd stuðlum, sum heita á fólkatingslimirnar, um at steðga grindadrápi. Sambært fólkatingsliminum, Sjúrður Skaale úr Javnaðarflokkinum, roynir Sea Shepherd við hesum at seta Føroyar og Danmark upp í móti hvørjum øðrum. Fyrr vendi Sea Shepherd sær móti føroyingum og málaðu eina ræðumynd av føroyingum. Men nú hevur Sea Shepherd broytt taktikk, og er heldur farin at føra eina herferð móti Danmark. Tað er Danmark, sum er tann óndi. Danmark skal steðgast. Logikkurin er Danmark hevur ábyrgdina av Føroyum. Tað er donsk løgregla. Tað er danskur myndugleiki. Løgreglan verður fíggjað av donskum skattgjaldarum. Tí eru tað danskarir, sum skula steðga tí, sum gongur fyri seg , sigur Sjúrður Skaale um boðskapin frá Sea Shepherd. Sjúrður Skaale sigur, at teldupostsskipanin hjá Fólkatinginum hevur eitt ógvuliga gott og sterkt filtur, sum ger, at fólkatingslimirnir ikki fáa óneyðugan teldupost. Tí er hann bilsin um allar teldupostarnar, sum nú koma. Sjúrður Skaale sigur, at hvørki hann ella teir fólkatingslimir, sum hann hevur tosað við, hava áður uppliva eina eins ágangandi herðferð á sín teldupost. Havnar kirkjan hevur fingið eina stóra umvæling innan og uttan, millum annað eru gólvini í forkirkjuni, kórinum og lutvís á kirkjuloftinum tikin upp, umvæld, styrkt og løgd av nýggjum og elveitingin er løgd av nýggjum. Uttan eru ábøtur gjørdar á klædning og á vindeygu. Túnið kring kirkjuna er skipað av nýggjum, og er nú lagt við føroyskum grótflísum. Sea Shepherd hevur seinastu tíðina lagt stórt trýst á danskar fólkatingslimir fyri at fáa Danmark at steðga grindadrápinum í Føroyum. Sea Shepherd finnist harðliga at, at danski flotin hevur sent verjuskipini Triton og Knud Rasmussen til Føroyar at hjálpa donsku løgregluni í Føroyum í samband við grindadráp. Við bretska blaðið Daily Mail sigur Wyanda Lublin skipari á Sea Shepherd skipinum, Brigitte Bardot , at hon skilir ikki, at Danmark, sum limur í ES, kann luttaka í einum tílíkum samstarvi fyri at verja grindadráp. Av tí at ES er ímóti hvalaveiðu, átti Danmark at verið bundið til at fyribyrgja grindadrápi, sigur Wyanda Lublin við Daily Mail. Í fyrradagin skrivaði danski løgmálaráðharrin Søren Pind eina heilsan á Facebook, har hann takkaði verjuskipunum og løgregluni fyri teirra arbeiði í Føroyum seinastu dagarnar. Framsøgumaðurin í Føroya málum hjá stjórnarflokkinum Vinstra, Thomas Danielsen, sigur eisini við Kringvarpið, at danska stjórnin vil verja rættin hjá føroyingum at veiða grind. Herferðin tykist sera væl fyriskipað. Mann hevur heitt á fólk um at senda teldupostar til okkum fólkatingslimir, soleiðis at tað sær út sum um, at tað er stór órógv, orsakað av grindadrápinum í Føroyum, sigur Thomas Danielsen. Men tað hevur týdning fyri okkum at varðveta grindadrápið. Tí hava vit eisini skrivað hetta í stjórnargrundarlagið. Vit halda fast um, at teir siðir og virðir, sum eru í grindadrápinum, vilja vit ikki nerta, sigur Thomas Danielsen, framsøgumaður í Føroya málum hjá Vinstra. Tað er niðurstøðan í kanningini hjá Hans Gammeltoft Hansen, kanningarstjóra, ið staðfestir, at løgmaður tilætlað segði ósatt fyri løgtinginum, ið hevur fingið Miðflokkin at heita á løgmann um at enda samgongusamstarvið og skriva út val. Jenis av Rana heldur, at løgmaður á ólavsøku eigur at boða frá, at hann skrivar út val aftaná, at fiskidagarnir fyri komandi ár verða samtyktir 18. august. Talan er um ein vøkstur upp á 121 prosent samanborið við mars mánað í 2014. Eyka umsetningurin hjá ferðavinnuni og øðrum atknýttum vinnum var áleið 61 millióir krónur. Størsti vøktsurin var í bólkinum flyutningur innanoyggja og billeiga , og men eisini í bólkinum aðrar tænastur vóru nógvar milliónir at heinta. Samlaða yvirlitið hjá Hagstovuni vísir, at útlendsku ferðafólkini løgdu 110,7 milliónir krónur eftir seg í Føroyum í mars í ár í mun til 50 millióbir sama mánað í fjør, skrivar Dimmalætting. Seks dystir verða í 2017. Tann fyrsti er útidysturin móti Portugal 31. august, og Føroya spæla seinasta dystin í bólksapælinum á útivølli móti Ungarn 10. oktober 2017. Fyri fyrstu ferð nakrantíð fer tjóðsangurin, Tú alfagra land mítt , at verða sungin á tinghúsvøllinum í upprunaútgávuni, sum Petur Alberg skrivaði. Aftaná at sangurin var skrivaður, blivu nógvar ymiskar útsetingar gjørdar av sanginum eitt nú fyri hornorkestur, fyri harmonikuorkestur, sang og gittar, og so framvegis og í hesum útsetingum bleiv sangurin broyttur. Kórleiðari Bjarni Restorff hevur granskað allar tær fimm útgávurnar, sum Petur Alberg skrivaði av Tú alfagra land mítt . Allar útgávurnar eru eins, og tulkar Bjarni Restorff hetta sum prógv fyri, at Petur Alberg ikki ætlaði, at sangurin skuldi broytast. Eg hugsaði, at tað var rætt móti Petur Alberg, at vit varðveitu tann originala, soleiðis sum Petur Alberg skrivaði hann, sigur Bjarni Restorff. Fyri at verða limur í okkara bólki, skalt tú hava varrastift í reyvarholinum, segði føroyski Dennis Agerblad, tá hann saman við sínum bólki trein á pall á Norðurlandahúsinum leygarkvøldi. LGBT, ið er ein rørsla til frama fyri samkynd, tvíkynd og tvørkynd í Føroyum, hevur seinastu árini havt góða undirtøku til Faroe Pride skrúðgonguna. Í ár hava tey valt at gjørt enn meira burtur. Dragshowið, ið fór fram í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið, hevði við sær sera ymiskar meiningar millim manna. Summi hildu tað vera rørandi provokerandi, meðan onnur hildu, at tað fór út um mark. Tó er eitt vist dragshowið er alsamt øðrvísi í mun til tað LGBT vanliga skipar fyri. Hoyr hugnaligu sendingina úr Nólsoy, har nólsoyingar komu í grillveitslu. Prátað var um millum annað Kongsdóttrina í Nólsoy, Ova Joensen, kenda drykkin Fredrikk, og so var eisini live tónleikur at hoyra Paul Watson, leiðari í Sea Shepherd, viðgongur, at higartil hevur eingin politikari í fólkatinginum sagt seg taka undir við áheitanini frá Sea Shepherd um at steðga grindadrápi í Føroyum. Seinastu tíðina hevur Sea Shepherd díkt fólkatingslimir undir í teldupostum um grindadráp, men sambært donskum miðlum hava bert tveir fólkatingslimir í Danska fólkaflokkinum svarað. Og teir taka báðir undir við, at føroyingar drepa grind. Martin Henriksen í Danska fólkaflokkinum, sum eisini er limur fólkatingsins Føroyanevnd og Grønlandsnevnd, hevur sambært Paul Watson svarað, at myndugleikarnir hava skyldu at síggja til, at lógir og reglur í ríkisfelagsskapinum verða hildnar. Tað er sjálvandi eisini galdandi fyri tey, sum eru ímóti tí, sum gongur fyri seg í Føroyum. Eg skammist ikki við mínar donsku røtur, tvørturímóti. Tær nýtist ikki at seta teg í samband við meg aftur, skrivar Martin Henriksen í svarinum til Paul Watson. Latið føroyingar liva sítt lív, og latið okkum virða teirra mentan. Tað kann verða trupult hjá teimum, sum bara eru von at keypa mat úr einum kølidiski, skrivar Ib Poulsen. Framsøgumaðurin í Føroya málum hjá stjórnarflokkinum Vinstra, Thomas Danielsen, sigur, at danska stjórnin tekur undir við, at føroyingar drepa grind. Politiið sigur, at skiparin er undir inngruna fyri at hava brotið grindalógina, tá grind varð funnin í Kalsoyrarfirði fyri einari viku síðani. Nýggi ráðharrin í integrasjónsmálum, Inger Støjberg, hevur sagt, at stjórnin fer at herða reglurnar fyri at taka ímóti flóttafólki, og hon hevur eisini nevnt møguleikan at lýsa í útlendskum bløðum um herdu tiltøkini. Stine Bosse, sum eisini hevur drúgvar royndir í vinnulívinum, spyr í tíðarritinum Ræson, hvussu Inger Støjberg ætlar at samskifta við flóttafólk eitt nú úr Sýria, Ukraina, Kongo ella Nigeria. Hon spyr eisini, um ráðharrin hevur ómakað sær spurt vinnulívið um málið, nú tørvur er á fólki úr øllum heiminum at koma til Danmarkar at arbeiða, tí kreppan er um at verða av. Stine Bosse vísir á, at ES hevur gjørt eina ætlan fyri, hvussu limalondini kunnu hjálpa hvør øðrum at loysa flóttafólkaspurningin. Eftir situr eitt viðkvæmt Grikkaland við trupulleikanum, sum kann hótta trygdina og støðufestið í ES. Og eftir sita eisini hundrað túsund tals flóttafólk, teirra millum tvær milliónir sýrisk børn. Stine Bosse skrivar, at søgan minnist Danmark fyri at hava bjargað jødum til Svøríkis undir seinna heimsbardaga, men vit fara eisini at minnist tey, sum sótu hendur í favn, meðan kríggið leikaði á í Sýrialandi. Tað fara ikki bara danir, men eisini Evropa og allur heimurin at minnast, skrivar nevndarforkvinnan í BankNordik í tíðarritinum Ræson. Tunnilin varð stongdur, meðan fólk frá Ambulansutænastuni, Sløkkiliðinum og politinum arbeiddu á staðnum, har sum óhappið hendi, ikki so langt frá munnanum Kaldbaksmegin. Politiið veit ikki enn, hví óhappið hendi. Politiið hevur tosað við fólk, sum sóu óhappið henda. Og politiið skal eisini tosa við fólkini, sum vóru í bilinum. Katrin á Neystabø sigur, at Amnesty Føroya Deild, hevur nevnt hjúnarbandslógina í skuggaraportini til ST, tí hjúnarbandslógin er ein partur av málunum hjá Amnesty. Herfyri staðfesti Hægstirættur í USA, at tvey fólk av sama kyni hava rætt til hjúnaband, og fyri einari viku síðani staðfesti Evropeiski mannarættindadómstólurin, at Italia brýtur mannarættindini við ikki at loyva samkyndum at giftast ella at skrásetast í parlag. Teir eru á einum máli um, at hetta er ein óvirðilig støða, men skal nakað henda, má samgongan taka undir við málinum, siga Høgni Hoydal og Aksel V. Johannesen. Tað er serliga støðan við serlæknum í Føroyum., møguleiki at fáa eftirútbúgvning í Føryum og politiska raðfestingin á sjúkrahúsøkinum, sum fáa tey læknalesandi uttanlands at ivast at flyta heimaftur til Føroyar, vísir nýggja kanningin. Marin í Dali er nevndarlimur í felagnum fyri læknaæesandi i Keypmannahavn Sosialistisk Ung senda tvey umboð til utøya at luttaka í summarstevnuni í ár. Tað er ikki heilt uttan ekka, at forkvinnan, Oda Kjartansdóttir Strøm fer avstað, men tað er nú vit skulu standa saman, og vísa, at vit ikki eru bangin, sigur hon. Tað ber illa til at seta trúgv og jura upp móti hvørjum øðrum. Tí er gjógvin millum teirra, sum vilja, at samkynd skulu hava rætt at ganga saman í hjúnalag, og tey sum ikki vilja loyva tí, so djúp, at tað er ómøguligt at finna semju millum partarnar. Tað sigur Eydna Skaale, retorikari Munurin stavar ikki frá verri rakstri í ár, sigur sparikassin í hálvársfrásøgn sínari, men sparikassin seldi í fjør partabrøv í Nets A S í Danmark fyri eina millión. Sparikassin hevur framt stórar niðurskrivingar seinastu árini, men gongdin í niðurskrivingum seinasta árið ber boð um, at útlit eru fyri, at niðurskrivingarnar næstu árini v erða minni enn undanfarin ár. Á umboðsráðsfundinum í mars samtykti umboðsráðið enn eina ferð at renta ábyrgdarpeningin við fimm prosentum yvir hægstu innlánsrentu fyri 12 mánaða uppsøgn, sum geva góð seks prosent í rentu. Býráðið í Fuglafirði kann ikki selja Bergfrosti tveir frystitunlar uttan at tunlarnir verða bodnir út í fríari sølu ikki við teimum grundgevingum, sum Kommunala eftirlitið hevur fingið í umsóknini frá býráðnum. Men við teimum upplýsingum um málið, sum Kommunala eftirlitið hevur fingið, ber ikki til at geva undantak frá regluni um alment útboð, sigur Hilmar Høgenni, leiðari á Kommunala eftirlitinum, sum nú er í Almannamálaráðnum. Meirilutin í býráðnum í Fuglafirði samtykti í mars at selja Bergfrosti tveir frystitunlar fyri sjey milliónir krónur uttan at geva øðrum møguleika at bjóða upp á tunlarnar. Tá vóru tunlarnir lýstir til sølu alment, men tað var í 2009. Eittans boð kom, tað var frá Bergfrosti og tað var fimm milliónir krónur. Grótið úr tunlunum verður sagt at vera grundgevingin fyri, at tað er ein góður handil hjá Fuglafjarðar kommunu at selja frystitunlar, sum kostaðu 27 milliónir krónur at gera, fyri 15 milliónir krónur. Sonni á Horni, borgarstjóri í Fuglafirði, er í minniluta í býráðnum. Hann væntar, at frystitunlarnir, sum meirilutin ætlaði at selja Bergfrosti fyri sjey milliónir krónur uttan alment útboð, nú verða bodnir út, men hann er ikki vísur í at meira fæst fyri teir, nú prísurin stendur í fíggjarætlanini Ósemjan innanhýsis í flokkunum er ov stór. Samstundis er skotbráðið ov stutt, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. Nýskipanin bíðar til eftir løgtingsvalið Verður løgtingsval skrivað út í morgin, verður avgerðin um tað eisini tikin í morgin, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður. Men enn er avgerðin tann sama sum higartil, valið verður síðst í oktober Statoil hevur latið landinum aftur loyvið at leita eftir olju, sum West Hercules brúkti í fjør summar at bora brunnin Súla Stelkur tætt við markið við Hetland. Loyvið varð latið í 2005. Og tað verður við aftur í næsta útbjóðingarumfari, sum verður í 2017, skrivar Jarðfeingi á heimasíðu sínari. Johan Dahl, landsstýrismaður, kunngjørdi í mai, at fjórða útbjóðingarumfar til oljuleiting í føroyska landgrunninum verður í 2017. Nú eru bara tvey loyvi eftir at leita eftir olju í landgrunninum, øll hini eru latin innaftur. DONG Energy eigur einsamalt tey bæði loyvini, sum eftir eru. Tøkum Lætt leggur fyri við at kvøða Strongirs vísu, sum Jóna M ller skipar. Síðani kvøður Klaksvíkar Dansifelag Gráa tátt, sum Heini Mohr skipar. At enda hoyra við Bjarnabana, sum Vága Dansifelag kvøður, og Hervør Jørgensen skipar. Sendingin verður endursend seinni í kvøld Tøkum Lætt kvøður Kjartan Ólavsson, sum Helga Hermansen skipar. Síðani kvøður Dansifelagið á Látrinum Leivskvæðið. Rasmus Joensen skipar. At enda hoyra vit eina av teimum trimum brúðarvísunum, sum fingu virðisløn í kappingini, sum Sláið Ring skrivaði út í 2012 um at skriva nýggja brúðarvísu. Eyðun Eliasen hevur yrkt vísuna, og hann skipar eisini. Sendingin verður send aftur seinni í kvøld Beinleiðis sending av Vaglinum í Havn við innsløgum og gestum í studio. Vit eru úti á gøtunum og skatta dýpið, hitta fólk og práta um leyst og fast í sambandi við ólavsøkuna. Vístur verður samandráttur av ólavsøkusetanini og kappróðrinum. Sendingin verður endursend ólavsøkudag. Martin Henriksen, fólkatingslimur hjá Danska Fólkaflokkinum, hevur fingið fleiri deyðshóttanir frá hvala mótmælisfólki eftir at hava svarað leiðaranum í Sea Shepherd aftur. Hann ætlar nú at melda hóttanirnar til løgregluna. Allir fólkatingslimirnir hava eftir umrøðu í altjóða fjølmiðlum av grindadrápunum í síðstu viku fingið fleiri túsund hvassorðaðar teldupostar frá hvalaveiðu mótstøðufólki úr øllum heiminum. Paul Watson, leiðari í Sea Shepherd, hevur eisini skrivað til allar danskar fólkatingslimir um at steðga grindadrápinum. Martin Henriksen úr Danska Fólkaflokkinum, ið er næstformaður í Føroya nevndini hjá fólkatinginum, er tann einasti, ið hevur svarað honum aftur, og síðani hevur hann fingið fleiri deyðshóttanir frá hvalaveiðu mótstøðufólki bæði í teldupostum og á telefonsvararanum. Siðvenja er, at ólavsøkurøðan verður nýtt til at taka samanum løgtingsárið sum fór, og at kunna løgtinginum um lóggávu og tiltøk, sum landsstýrið ætlar at fremja í nýggju tingsetuni. Men val skal verða áðrenn 29. oktober í ár, tað vil siga í seinasta lagið um tríggjar mánaðar, og og tí er stóri spurningurin í ár, um Løgmaður fer at skriva út val í dag. Bárður á Steig Nielsen, formaður í Fíggjarnevndini, sigur, at neyðugt er at stovna tvær kontur undir inntøkufíggjaðum virksemi í fíggjarlógini, so til ber at flyta milliónirnar til FarGen úr statskassanum í landskassan. Ein genta var flutt á skaðastovuna eftir at ein politibilur hevði koyrt yvir fótin á henni við Tinghúsvegin. Fóturin kom undir høgra bakhjól, men hóast onki var brotið, so var fóturin so mikið meiðslaður, at gentan skal binda frið í níggju dagar. Annars verður sagt av politistøðini í Havn, at náttin var sera friðalig. Veðrið var gott, at har vóru nogv fólk í býnum, men náttin var also friðalig. Annars vóru høvuðsboðskapurin í røðu løgmans, at Føroyska samfelagið hevur viðrák í løtuni, og at støðan í samfleagnum er vend frá kreppu fyri nøkrum árum síðani til framburð í dag. Í ólavsøkurøðu sínari helt løgmaður fast um tað, sum hann áður hevur sagt um niðurstøðurnar hjá Hans Gammeltoft Hansen, kanningarstjóra í Skálafjarðamálinum. Løgmaður útskrivaði val í dag, men hann legði ikki frá sær sum løgmaður, og tí varðveitir hann samráðingarrættin í samband við at nýggj stjórn skal skipast. Tað er ein stórur fyrimunur, sigur Beinta Løwe politiskur viðmerkjari hjá Kringvarpinum, og kanska eisini ein orsøk til, at løgmaður ikki tekur avleiðingarnar av kanningarúrslitunum hjá Hans Gammeltoft Hansen, kanningarstjóra í Skálafjarðamálinum. Løgmaður helt í ólavsøkurøðuni fast um tað, sum hann áður hevur sagt um niðurstøðurnar hjá Hans Gammeltoft Hansen, kanningarstjóri í Skálafjarðamálinum. Kanningarstjórin kom til tað niðurstøðu, at løgmaður breyt lógina um ábyrgd landsstýrismanna, og bar løgtinginum skeivar upplýsingar, tá hann fleiri ferðir segði, at hann eftir sínari fatan ongan leiklut hevði í break fee avtaluni við Copenhagen Infrastructure Parnters. Men hóast bæði andstøðan og einstakir løgtingslimur úr samgonguni, hava sagt við miðlarnar, at løgmaður átti at tikið avleiðingarnar av niðurstøðunum hjá kanningarstjóranum og lagt frá sær, og at talan hevur verið um at givið løgmanni eina nøs, tók løgmaður ikki í egnan barm í ólavsøkurøðuni Júst tað, at løgmaður kann skipa samgongu eftir valið, er kanska orsøkin til, at løgmaður hevur ikki lagt frá sær eftir niðurstøðuna hjá kanningarstjóranum Hans Gammeltoft Hansen, sum staðfesti, at løgmaður hevði tilætlað sagt ósatt fyri Løgtinginum. Bæði andstøðan og løgtingslimir úr samgonguni hava heitt á løgmann um at taka avleiðingarnar av niðurstøðuni hjá kanningarstjóranum og fara frá sum løgmaður. Men løgmaður hevur tilvitað sagt ósatt fyri Løgtinginum, og tí skuldi hann eisini havt lagt frá sær, heldur Aksel V. Johannesen, formaðurin í Javnaðarflokkinum. Tingmenninir hjá Miðflokkinum, Jenis av Rana og Bill Justinussen, hava mælt til, at løgmaður tók avleiðingarnar og skrivaði út løgtingsval eftir niðurstøðuna hjá Hans Gammeltoft Hansen. Jenis av Rana heldur tað ikki vera ein trupulleiki, at løgmaður ikki fór frá sum løgmaður og sostatt varðveitir samráðingarrættin eftir løgtingsvalið. At skriva út val er nógmikið. Løgtingið verður kallað saman aftur undir valstríðnum, tí lógin um vinnuligan fiskiskap ásetir, at fiskidagarnir skulu samtykkjast fyri 18. august. Løgmansrøðan skal eisini viðgerast í Løgtinginum. Lógin av vinnuligan fiskiskap var av somu orsøk heldur ikki løgd fyri tingið í dag. Tað vóru uppskotini um átaluna til Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, og Kára P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismaður í innlendismálum, um handfaringina av málinum um Skálafjarðartunnilin. Formansskapurin í Løgtinginum og floksformenninir fara á fund í morgin klokkan tvey, har teir fara at viðgera, um uppskotini um átaluna skulu fyri løgtingið ella ikki. Løgtingið verður nú eitt sorópt foretningsministerium , sum fer at taka avgerðir um tey málini, sum eru neyðugt fyri, at samfelagið kann virka, vísir Beinta Løwe á. Politiski journalisturin Árni Gregersen metir, at grundleggjandi politiskir spurningar fara at seta dagsskránna í valstríðnum, sum varð skotið í gongd í gjár. Millum annað hvussu inntøkurnar, sum vinnan skapar, skulu býtast. Manningin á Erlu Kongsdóttir er ikki sum aðrar manningar. Aldursspennið er vítt. Tvíburðagenturnar Kirstin og Jastrið rógva saman við mammuni Betinu. Hetta kann sigast at vera ein fyrimunur, av tí tær eru einasta manning við fullum stigatalið tær hava nevnliga vunnið hvønn einasta róður í ár. Ólavsøkukabarettin hevur í mong ár verið partur av ólavsøkuni. Í ár er hon øðrvísi á tann hátt, at leikararnir eru væl yngri enn vanligt. Tað sæst eisini aftur í humorinum, sum unga ættarliðið allarhelst skilir betur enn eldra ættarliðið. Ein beinrakin og háakutel kabarett, heldur Katrin Dahl Hanusson í øllum førum. Tað vóru eftir øllum at døma flogskipararnir umborð á malaysiska ferðafólkaflogfarinum, sum í fjør brádliga hvarv, ið broyttu kósina og harvið vóru orsøk til, at flogfarið hvarv. Sambært amerikansku fregnartænastuni hevur frágreiðingin verið duld fyri almenninginum, og tað hevur ongantíð verið ætlanin, at upplýsingarnar skuldu koma fram. Ein dulnevnd kelda í amerikansku stjórnini váttar fyri CNN, at tað, sum stendur í niðurstøðuni í frágreiðingini er, at flogskipararnir broyttu kósina og tí helst eru orsøk til, at flogfarið hvarv. Nýggju upplýsingarnar eru komnar undan kavi, nú vrakpetti, sum hildnir vera fyri vist stava frá horvna flogfarinum, eru skolað upp á strondina á oynni Reunion eystan fyri madagaskar. Rutuflogfarið MH 370 hvarv, tá tað var á veg úr malaysiska høvuðsstaðnum Kuala Lumpur til kinesiska høvðsstaðin Beijing í mars í fjør. Hoyr 20 ára gomlu Jóhanna Norðberg Niclasen syngja til ólavsøkusendingina. Harafturat spælir evnaríki Jósef Zachariassen klaver undir sanginum. Sexologurin Birita Lamhauge Jóansdóttir og antropologurin Mortan Østerø greiða frá, hví fólk velja at giftast, og hví fólk velja at skiljast. Harafturat greiður nýgifta parið, Diana og Eilif á Skansa, frá, hví tey valdu at giftast. Hon heldur, at tær tíggju milliónirnar, sum Ílegusavnið fær úr statskassanum til verkætlanina FarGen, áttu heldur at komið úr landskassanum. Fíggjarnevndin hevði fund fyrrapartin ólavsøkudag at viðgera eina ætlan hjá Heilsumálaráðnum um at stovna nýggja kontu í fíggjarlógini, so til ber at flyta tíggju milliónir úr statskassanum í landskassan. Kristina Háfoss mælir ístaðin til, at landsstýrið sjálvt setir tær tíggju milliónir krónur í fíggjarlógina yvir trý ár til at gera fyrireikingarnar í sambandi við FarGen lidnar. Hetta er ein verkætlan undir Heilsumálaráðnum, og landsstýrið og løgtingið eiga at raðfesta FarGen og lata landskassan gjalda fyrireikingarnar. Tað er eisini sera óhóskandi, at føroyskir fólkatingslimir kappast um at fáa pengar úr donsku fíggjarlógini í føroysku fíggjarlógina. Hetta er ein grundleggjandi skeiv kós, sum í veruleikanum er enn ein hækking av veitingini, sum Føroyar fáa úr Danmark, sigur Kristina Háfoss, løgtingskvinna og næstforkvinna í Fíggjarnevndini. Hon leggur afturat, at spurningurin er, um vit ikki við hesum flyta ein part av ábyrgd hjá landsstýrinum í fólkatingið, sum so óbeinleiðis avger, hvørjar verkætlanir skulu gerast í Føroyum. Tá Russland í fjør setti forboð fyri at innflyta matvørur, eisini fisk, úr ES og Noregi, gjørdist russiski marknaðurin sera áhugaverdur hjá Føroyum og Íslandi, tí tey bæði londini eru undantikin innflutningsforboðnum. Men nú skrivar heimasíðan FishUpdate við tíðindastovuni Itar Tass sum keldu, at Russland umhugsar at nokta at keypa íslendskan fisk, sum kemur gjøgnum ES til Russlands. Av 40 heilsuváttanum, sum fylgdu við fiski úr Íslandi, var bara ein váttan íslendskt upprunaskjal, siga russisku heilsumyndugleikarnir. Tað heldur franski journalisturin, Maria Canabal, sum arbeiðir sum matummælari fyri altjóða miðlar sum Le Monde, Gourmet og Vouge Casa. Við grindalógini hava føroyingar givið She Sheperd eina so góða søgu, at felagsskapurin, sum annars ikki hevur fingið rúmd í teimum stóru miðlunum, veruliga hevur sett grind á dagsskránna í seriøsum miðlum. Og tað skaðar føroyska umdømið, sigur hon. Sea Sheperd hevur vanliga ikki fingið rúmd í teimum seriøsu miðlunum, eins og Green Peace hevur, men í seinastuni hevur felagsskapurin reiðiliga fingið fótin fyri seg, sigur franski journalisturin, Maria Canabal, sum hevur verið nógv í Føroyum síðani hon skrivaði um føroyskan mat fyrstu ferð fyri tveimum árum síðani. Tíggju ferðir hevur hon vitjað Føroyar og hon hevur millum annað skrivað um grind í fronskum matmiðlum sum Gourmet. Mariu Canabal dámar serliga væl turra grind. Maria Canabal hevur í sínum arbeiða nógv samband við miðlaheimin, og hon hevur serliga lagt til merkis tí nógvu umrøðuna, sum Føroyar hava fingið í seinastuni orsakað av grindalógini. Grindalógin nertir við grundleggjandi rættindi hjá tí einstaka og hon viðvíkur øllum. Tí var hon ein gáva til Sea Sheperd og gjørdist av álvara teirra atongumerki til alheims miðlar, sigur Maria Canabal. Tað, sum veruliga gjørdi munin var, at Newsweek hevði eina grein um, at ferðafólk í Føroyum kunnu fáa fongsulsrevsing ella bót, boða tey ikki frá eini grind. Reglurnar í løgtingsvallógini siga, at í seinasta lagi klokkan 18, dagin eftir at valið er útskrivað, kann verða boðað frá nýggjum flokki. Men tað kann vera trupult at stovna nýggjan flokk eftir einari nátt, tí kravið er, at í minsta lagi 800 undirskriftir fylgja við fráboðanini um nýggja flokkin. Hesar váttanirnar skulu vera undirskrivaðar av avvarðandi kommunum, sum skulu vátta, at viðkomandi er á vallista. Veljarin skal vera lýstur við navni, føðingardegi, bústaði, dagfesting og undirskrift. Karin Reynheim kom til Føroya í gjár, og ætlaði sær suður klokkan hálvgum sjey gjárkvøldið. Hon setti bilin í bíðirøðina hálvan annan tíma, áðrenn Smyril sigldi. Karin Reynheim slapp ikki við Smyrli hóskvøldið. Hon og hinir bilførararnir fingu at vita, at bilarnir máttu flytast av økinum, og kundu ikki standa í bíðirøðini. Karin fór tí til Hósvíkar at gista, men á middegi fríggjadagin stóð hon aftur í bíðirøðini til Smyril. Karin Reynheim heldur, at viðurskiftini í bíðirøðini til Smyril mugu skipast nógv betur, tí har er alt ov ruðulleikakent. Á Strandferðsluni vísa tey aftur, at tað valdar ruðulleiki í bíðirøðini til Smyril. Vit hava fólk á keiini at stýra bíðirøðini, men teir dagar, tá tað er serliga nógvur farmur, bilar og fólk, er tað trupult at fáa alt at ganga upp, sigur Niels Nielsen, skipari á Smyrli. Hann vísir tó ikki aftur, at bilar kunnu sníkja seg gjøgnum bíðirøðina fram um aðrar, sum hava bíðað leingi. Í heyst fer Strandfaraskip Landsins at kanna, um tað loysir seg at fáa nýggja skipan, so ferðafólk kunnu bíleggja ferðaseðil og eitt bilpláss, áðrenn farið verður heimanífrá. Í gjár tosaði útvarpið við kvinnu, sum skuldi til Suðuroyar, men mátti bíða meira enn eitt samdøgur, áðrenn hon slapp suður við Smyrli. Vit hava tosað við stjóran á Strandfaraskipum Landsins, Hilmar Eliasen, og spurt hann um hvat hann heldur um hetta, at fólk ikki sleppa suður við Smyrli, hóast tey hava stillað seg í bíðirøðina hálvanannan tíma áðrenn fráferð. Hilmar Eliasen sigur, at nú tey hava sent avrikssátmálan til vinnumálaráðið, kemur væntandi svar einaferð í heyst, soleiðis at kannast kann hvør billettskipan er fragast at brúka. Er tað spurningur um meirkostnað til skipanina, má tað fáast uppá pláss við politisku skipanina fyrst. Stjórin í Visit Faroe Islands, Guri Højgaard, segði í tíðindunum í gjár, at grindalógin styggir ferðandi burtur. Tey eru bangin fyri revsingini, um tey ikki boða frá grind. Men hóast fleiri ávaringar frá ferðavinnuni, sum siga frá ferðafólki, at tey ikki koma til Føroyar, vil landsstýrismaðurin í grindamálum, Jacob Vestergaard, ikki broyta grindalógina. Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, sigur, at uppskotini um átalur eru skrivað. Tað er formansskapurin saman við løgtingsumsitingini, sum hevur orðað uppskotini. Hvat stendur í uppskotunum og hvussu harðligar ella linar átalurnar eru, vil Jógvan á Lakjuni ikki siga enn. Hetta verður greitt týsdagin, tá uppskotini verða løgd fyri tingið. Men uppskotini verða eftir øllum at døma samtykt í tinginum uttan orðaskifti. Tí formenninir í politisku flokkunum á tingi samdust á fundi í gjár um at lítið og onki orðaskifti skal vera í løgtinginum hesa tíðina til valið hevur verið 1. september. Tað skrivar grønlendska kringvarpið, KNR og blaðið Sermitsiaq. Sjógvurin er kaldari enn somu tíð í fjør og at hetta ávirkar nøgdina á makreli í sjónum, sigur nevndarformaðurin í Polar Seafood, Henrik Leth. Kvotan er 85.000 tons, men higartil eru bara fiskað beint undir 10.000 tons. Hetta eru 20.000 tons færri enn somu tíð í fjør, sigur varastjórin í grønlendska fiskiloyvis eftirlitinum, Niels J. Lauersen. Men tað er kortini vón fyri framman, tí seinasta mánadag var besti dagurin til makrel higartil í ár. Tá fiskaðu skipini 920 tons tilsamans. Eitt vrakpetti afturat av einum flogfarið er rikið á land á oynni Reunion í Indiahavinum. Hildið verður, at talan er um eina hurð av einum flogfari,skrivar BBC á heimasíðuni. Eitt vrakpetti, tveir metrar til longdar, sum varð funnið á Reunion oynni fyrr í vikuni, verður í løtuni kannað í Fraklandi, fyri at fáa staðfest, um tað er av MH370 flogfarinum hjá Malaysian Airlines, sum hvarv í fjør. Staðfest er, at vrakpettið stavar frá einum Boeing 777 flogfari, ið er sama slag, sum horvna flogfarið. Flogfarið var ávegis frá Kuala Lumpur til Beijing við 239 fólkum umborð, tá tað brádliga broytti kós og síðan hvarv av radaranum. Teir sjey flokkarnir, sum eru umboðaðir á tingi, kunnu í mesta lagi stilla 301 fólk upp til løgtingvalið. Lógin um løgtingsval tilskilar, at hvør flokkur kann uppstilla 10 valevni fleiri, enn umboð eru á tingi, tað vil siga 43 valevni í part. Á seinasta løgtingsvalið vóru 168 valevni uppstillað. Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi høvdu flest valevni, 36 í part, tað skrivar in.fo. Løgtingið hevur bert ein fund áðrenn valið 1. september. Hann verður týsdagin. Tá fer løgtingið at viðgera ólavsøkurøðuna hjá løgmanni, fiskidagarnar og tær báðar átalurnar, sum skulu gevast løgmanni og Kára P. Højgaard í sambandi við handfaringina av málinum um skálafjarðartunnilin. Uppskotini verða eftir øllum at døma samtykt í tinginum týsdagin uttan orðaskifti. Tí formenninir í politisku flokkunum á tingi samdust á fundi í gjár um at lítið og onki orðaskifti skal vera í løgtinginum hesa tíðina til valið hevur verið 1. september. Kringvarpið tosaði í gjár við allar formennirnar í andstøðuflokkunum, og spurdu teir, um nakar teirra hevur ætlanir um at leggja uppskot um misálit fyri tingið. Ongin teirra sigur seg hava ítøkiligar ætlanir um misálit, men fleiri teirra umhugsa møguleikan. Bæði Aksel Johannesen og Høgni Hoydal søgdu tó, at tað sær út til at verða sera trupult at fáa meiriluta til eitt misálit. Tí tað kann verða trupult at fáa nakran í samgonguni við, nú val er útskrivað. Hetta varð greitt eftir finaluna í heimsmeistarakappingini fyri U21 landslið, sum varð leikt í Brasilia. Danska U21 landsliðið, sum Jóhan á Plógv Hansen pælir við, tapti finaluna tepur 26 24 fyri Fraklandi og gjørdist harvið silvur vinnari. Tískil var tað kanska eitt plástur á sárið, at Jóhan á Plógv Hansen eftir finaluna bæði varð valdur sum besti høgri vongur, og slapp við á All Star liðið fyri U21 HM. Stóri heiðurin hjá Jóhan á Plógv Hansen vísir, at vit kunnu uppala hondbóltsspælarar í heimsflokki í Føroyum, heldur Hallur Danielsen frá Hondbóltsambandi Føroya. Avbjóðingin hjá hondbóltinum í Føroyum verður at umganga, at bestu hondbóltsleikararnir kenna seg noyddar at umboða donsk landslið, fyri at fáa avbjóðingar, heldur hann. Mest spennandi dysturin er kanska botndysturin millum EB Streym og AB, sum verður spældur á Skála klokkan trý. Liðini liggja ávikavist niðast og næstniðast við 7 og 9 stigum. Skal annað av liðunum hava nakran møguleika at sleppa undir niðurflyting, so er ein sigur í dag alt avgerandi. Hinir dystirnir eru millum HB og TB á ovara vølli í Gundadali. Tann dysturin byrjar longu klokkan hálvgum trý. Víkingur og KÍ bresta saman í Sarpugerði klokkan trý. Og klokkan fimm tekur oddaliðið B36 móti FC Suðuroy í Gundadali. Hetta er aðru ferð innan eina viku, at FC Suðuroy vitjar í Havn. Ólavsøkudag spældi liðið ein málleysan javnleik móti HB. Síðsti dysturin hetta umfarið í bestu mansdeildini í fótbólti verður leiktur í annaðkvøld, tá NSÍ tekur ímóti ÍF við Løkin í Runavík. Støðan í bestu mansdeildini í fótbólti undan 19. leikumfarinum er annars tann, at B36 er á odda við 39 stigum, NSÍ er á øðrum plássi við 37 stigum, Víkingur er á triðja plássi við 36 stigum, síðan koma HB við 31 stigum, KÍ við 26, ÍF og TB við 20 stigum, FC Suðuroy hevur 15 stig, og niðast eru, sum nevnt, AB og EB Streymur við ávikavist 9 og 7 stigum. Saman við Albert Isfeld, arkitekti, og Erling Isholm, søgufrøðingi, umrøða vit signalhúsið í urtagarðinum hjá Jóhonnu og Amundi Berteldsen ljóskastarahúsið tey bæði kanónreiðrini og lóðurgoymsluna, ið standa skamt frá sjóvarmálanum vaktarhúsið ella tornið, sum strandingar undir krígnum róptu BBC og elektrisitetsbarakkina, har vit eisini hittu núverandi eigaran Jan Abrahamsen eins og vit eisini vitjaðu krígsøkið omanfyri landsvegin. Silja Johannesen og Teitur Midjord eru bæði úr Sundalagnum, Silja frá Norðskála og Teitur úr Streymnesi. Saman hava tey mannað bólkin The Butterflies, sum millum annað hevur spælt á tónleikatiltakinum við Brúnna. Føroyingar, ið eru undir útbúgving uttan fyri Føroyar, og ætla sær at at greiða atkvøðu á løgtingsvalinum 1. september, skulu í seinasta lagi 11. august hava skrásettt seg og søkt um upptøku á vallistan. Tann lesandi kann lata umsóknarblað inn til ta kommuna, har hon ella hann seinast var skrásett ella skrásettur, og umsóknin kann eisini sendast talgilt til kommununa. Men fleiri lesandi hava ivast í, hvørt umsókn teirra var viðgjørd áðrenn freistin at skráseta seg er farin tann 11. august. Kommunurnar viðgerða umsóknir, sum verða sendar við telduposti Kringvarpið hevur í dag kannað, hvørt umsóknirnar verða viðgjørdar, hóast kommunuskrivstovurnar eru stongdar. Kringvarpið hevur verið í samband við nærum allar kommunur, og tær boða allar frá, at teldupostar verða lisnir hóast skrivstovan er í summarferiu, og umsóknir frá lesandi um at skáseta seg á vallistan verða viðgjørdar. Fleiri kommunur hava skriv á heimasíðu teirra, sum lýsur, hvussu til ber at skráseta seg, og á fleiri heimasíðum stendur, hvar tú kannst ringja, um átroðkandi boð eru. Og í nøkrum kommunum er skrivstovan opin, millum annað í Tórshavnar, Klaksvíkar, Sunda kommunu. Talgilt umsóknarblað Umsóknarbløð eru at finna á heimasíðuni hjá nøkrum kommunum ella á heimasíðuni hjá MFS. U msóknin kunnu latast kommunum talgilt, og tær verða viðgjørdar, boða kommunurnar frá. Saman við umsóknini skal tann lesandi eisini hava váttan frá lestrarstaði. Nýggja grindalógin kann væl vera ógildug, tí løgtingið hevur ikki heimild at samtykkja so stór inntriv í persónliga frælsi hjá fólki, sum grindalógin fevnir um. Tað sigur Henrik Weihe Joensen, løgfrøðingur, sum er serkønur í trygd, verju og tilbúgvingarmálum. Hann hevur greinað nýggju grindalógina. Fráboðanarskylda í nýggju grindalógini hevur eisini fingið nógva umtalu seinastu dagarnar. Meðan summi halda, at lógin er fínasta slag, eru onnur, sum á facebook alment boða frá, at tey ikki ætla sær at boða myndugleikunum frá, um tey síggja eina grind, og harvið bróta lógina Eg ætli mær so ikki at fráboða møguliga grind Lat tey, sum tíma at fást við slíkt, sum hetta, so bróti eg grindalógina við góðari samvitsku so leingi, inntil handan lógin er broytt innum rímiligt mark afturm, stendur at lesa á Facebook. Henrik Weihe Joensen, løgfrøðingur, heldur, at eitt møguligt rættarmál við støði í grindalógini hevði verið áhugavert, tí tað kann avdúka, at lógin er ógildug. Nú fáa føroysk kór nýggjan íblástur. Tí í næstu viku verða níggju nýggj føroysk kórverk av sjey norðurlendskum tónaskøldum givin út í fløgu og í nótabók. Tað er føroyska kórið í Keypmannahavn Mpiri, sum hevur tikið stig til og samskipað verkætlanina, sum verður nevnd innlit. Kórið fer í næstu viku at hava fýra konsertir kring landið, har løgini verða framførd. Endamálið við verkætlanini er at fáa til vega nýggjan føroyskan kórtónleik, sum er gjørdur av útlendingum, og sum onnur øll føroysk kór kunnu syngja. Tí verða verkini givin út í nótabók. Konsertferð kring Føroya Konsertirnir hjá kórinum verða týsdagin í Vágs kirkju, mikudagin í Vesturkirkjuni, hósdagin í Fuglafjarðar kirkju, og fríggjadagin Kvívíkar kirkju. Sí meria á mpiri.org Kanónstøð við kanón frá 2. heimsbardaga, eins og lóður og ljóskastarahús teljast millum tey krígsminni, tú finnur á vælskipaða økinum á Nesi. Og so vakra, fitta, lítla skansan við síðuna av Løkshøll í Runavík Stórar avgerðir mugu takast fyri at bjarga partaeigarunum í Atlantic Petroleum. Ein møguleiki er at selja felagið. Ein annar møguleiki er samanlegging. Atlantic Petroleum boðar frá í morgun, at nevndin í felagnum hevur biðið leiðsluna kanna, hvussu felagið kann umskipast, so virðið á partabrævinum hækkar. Í fráboðan til keypsskálarnar í morgun verður nevnt, at ein møguleiki er at selja Atlantic Petroleum, ella leggja felagið saman við annað felag ella onnur feløg. Ein annar møguleiki er, at felagið heldur fram við verandi strategi sum sjálvstøðugt felag. Atlantic Petroleum hevur biðið norska bankan Pareto Securities AS vera fíggjarligur ráðgevi í tilgongdini, sum skal geva partaeigarunum í Atlantic Petroleum meira fyri partabrævið. Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, ger ikki meira við tað málið. Full semja er nú í stýrinum hjá ALS um broytingarnar í fiskavirkisskipanini, so hon fer at kosta minni enn nú. Stýrið var ikki samt um, at tey, sum arbeiða á uppsjóvarvirkjum og kryvjivirkjum, skuldu úr skipanini. Tað var annars upprunaliga ætlanin. ALS stýrið hevur so gjørt eitt nýtt uppskot um kunngerð. Sambært uppskotinum sleppa tey, sum eru í fiskavirkisskipanini hjá ALS, ikki at vera har so leingi sum nú. Og, sambært uppskotinum, vera færri fólk í fiskavirkisskipanini í framtíðini. Eyðfinnur Jacobsen, formaður í ALS stýrinum, sigur, at stýrið hevur ikki roknað út, hvussu nógv ALS fer at spara, um kunngerðin kemur í gildi. Men tað verður ikki so nógv sum við fyrra uppskotinum. Sambært fyrra uppskotinum varð sparingin mett at vera átta til tíggju millónir krónur um árið. Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, boðaði longu frá, tá hann fekk seinna uppskotið fyrst í juli, at hann gjørdi einki við uppskotið. Tað skuldi bíða til eftir løgtingsvalið. Og ALS kann bíða, sigur stýrisformaðurin, tí nú eru inntøkurnar hjá ALS størri enn útreiðslurnar. Havrógvararnir, ið sita við árarnar umborð á bátinum, Avalon, nærkast nú Føroyum. Í løtuni er báturin staddur umleið 40 kilometrar úr landi, sambært sjókortinum . Lagt varð frá landi úr Thurso norðarliga í Skotlandi 25. juli, men neyðugt var at gera ein steðg í Orknoyggjum, tá teir rendu seg í ring líkindi. Fríggjadagin 31. juli loysti báturin úr Stromness har vesturi í Orknoyggjum. Tá Avalon fór úr Stromness, varð mett, at túrurin fór at taka fýra dagar. Alisa var 10 ára gomul, tá hon flutti til Føroyar saman við foreldrunum og systrini. Uppvøksturin hjá Alisu hevur verið merktur av ymsum mentanum, av tí mamma hennara er úr Russlandi og pápi hennara úr Gana. Vøksturin fyrra hálvár er 17,4 prosent sammett við 2014, upplýsir Akstovan . Til 1. august komu 1504 nýggir bilar til Føroya, 223 fleiri enn í fjør. Bara í juli komu 224 nýggir bilar til landið, ella í miðal sjey um dagin. Brúktir bilar koma eisini hendanvegin, men teir eru ikki so nógvir, og teir eru nógv færri enn í fjør. Er málnørdarí vorðið eitt elitusnobbarí Í morgun var Vár í Ólavsstovu í útvarpsstovuni, har hon tosaði um stavivillur, málsligar villur og danismur. Annika Olsen, landsstýriskvinna, kom við einum nýggum uppskoti, ið skuldi geva øllum familjum, ið hava eina árliga inntøku á 120.000 krónur ella minni, eitt ískoyti sum er 20.000 krónur. Hetta uppskot um serligt familjuískoytið er bringupríði, so samgongan ikki kundi lastast fyri einki at hava gjørt við tað vaksandi barnafátækradømi, heldur Samtak. Samtak heldur eisini, at nýggja uppskotið um serligt familjuískoytið, ikki hjálpir nógvum, tí inntøkumarkið fyri nær tú kanst fáa og ikki fáa eru so lág, og ikki í tráð við tey veruligu tølini fyri fátækraváða. Tað tykist, sum landsstýrið við uppskotinum hevur uppfunnið eitt nýtt lægri fátækramark, fyri at spara pening, sigur Samtak í tíðindaskrivinum. Tí stendir ávaringin móti at sigla við hesum skipum við enn, sigur formaðurin í Skipara og Navigatørfelagnumm, Annfinnur Garðalíð. Limir hjá Skipara og Navigatørfelagnum, Maskinmeistarafelagnum og Føroya Fiskimannafelag eiga í alt tvær milliónir til gáðar bara hjá Asbjørn Senior, sigur formaðurin í Skipara og navigatørfelagnum. Higartil hevur eitt sløkkiliðsfólk latið lív í ógvusligu skógareldunum, sum í løtuni gera um seg har norðuri í Kalifornia, skrivar tíðindastovan, Ritzau. Tilsamans eru 12.000 fólk í 5.156 húsum og íbúðum rýmd frá húsum, siga sløkkiliðsmyndugleikarnir í eini fráboðan, ið varð send út mánamorgunin. Skógareldarnir koma í kjalarvørrinum á herviliga turkinum í Kalifornia, sum higartil hevur vart í fýra ár, sambært amerikonsku tíðindastovuni, CNN . 50 hús eru longu oyðiløgd í skógareldunum, meðan 6.000 aðrir bygningar eisini eru í vanda fyri at fara upp í royk meta myndugleikarnir. Í Lower Lake, í landnyrðing úr Sacramento, stríðast 2.000 sløkkiliðsfólk í løtuni við at basa tí ógvusligasta skógareldinum av teimum 21. Tað er ikki bert á landi, at ein roynd verður gjørd at basa ógvusligu skógareldunum. 19 tyrlur eru eisini settar inn at hjálpa til í sløkkiliðsarbeiðinum. Fríggjadagin kom nýggi motorurin, sum SEV hevur keypt til el verkið í Vági, til landið. Talan er um ein sokallaðan M4 motor, sum vigar omanfyri 40 tons, skrivar Suðuroyarportalurin . Tað er skipasmiðjan MEST sum hevur havt uppgávuna um hendi fyri SEV. Umframt nýggja motorin verða aðrar ábøtur eisini gjørdar á verkinum í Vági. Fútin og ákæruvaldið eiga orðini í grindalógini um víðkaðu heimildirnar hjá politinum, sum eru skírdar at vera brot á grundlógina og heimastýrislógina, tí løgtingið kann ikki gera lógir um danskan myndugleika. Lógartænastan hjá Løgmansskrivstovuni brúkti orðingina sera ivasamt um ætlanina hjá Fiskimálaráðnum at geva politinum víðkaðar heimildir í grindalógini, tí politiið í Føroyum er danskur myndugleiki, sum løgtingið ikki kann gera lógir um. Lógartænastan eftirkannar lógaruppskotini, sum landsstýrið ætlar at bera løgtinginum. Og Fiskimálaráðið viðger ivan hjá Lógartænastuni í viðmerkingunum um uppskotið um grindalógina. Fiskimálaráðið sigur, at í roynd og veru eru fútin og ákæruvaldið í Føroyum høvuðssmiðir, tá ræður um uppskotini at víðka heimildirnar hjá løgregluni sambært greinunum 10 og 11 í grindalógini. Uppskotið er gjørt við støði í teirra royndum at halda lóg og landaskil í sambandi við grind og tær royndir, tey hava gjørt sær í sambandi við rættarsókn í málum um brot á grindalóggávuna. Fiskimálaráðið sigur seg væl skilja ivan hjá Lógartænastuni. Men ráðið metir seg ikki ført fyri at taka dagar millum, um tað stats og ríkisrættarliga er innan fyri ella uttan fyri løgræðið hjá løgtinginum at áseta reglur í føroyskari serlóg, sum eisini umfata myndugleika hjá donskum myndugleika í Føroyum. Men tað er ikki óvanligt at áseta reglur um eftirlit og handhevjan í føroyska serlóggávu, har heimildirnar hjá løgregluni eisini eru ásettar. Samanumtikið heldur Fiskimálaráðið, at hóast løgreglan sum stovnur er donsk, útinna løgreglan og ákæruvaldið sín myndugleika í Føroyum sambært ríkislóggávu eins væl og føroyskari serlóggávu. Halda fútin og løgreglan ikki, at tey hava nøktandi lógargrundarlag at virka eftir í Føroyum, so má embætið heita á danskar myndugleikar um at fáa formligu viðurskiftini skipað. Fiskimálaráðið broytti ikki lógartekstin, hóast Lógartænastan ivaðist stórliga, og tað gjørdi Løgtingið heldur ikki. Nýggja grindalógin er samtykt uttan heimild í grundlógini og heimastýrislógini. Og tí má hon endurskoðast. Sambært lógini kann politiið halda fólki aftur í 12 tímar, áðrenn teir 24 tímarnir, sum annars eru treytin, tá politiið tekur fólk, byrja at telja. Lógartænastan vísir á, at í Danmark eru ásetingar sum tær í grindalógini í politilógini, sum ikki er sett í gildi í Føroyum. Løgtingsskrivstovan eftirkannaði eisini lógartøknina í uppskoti Fiskimálaráðsins um grindalóg, men hevur ikki viðmerkingar um júst hatta við grundlógini, heimastýrislógini og politiið. Grindalógin kom saman við nógvum øðrum lógum í tingið eftir seinasta framløgudag í vár. Bæði Lógartænastan og Løgtingsskrivstovan siga seg ikki hava havt stundir at viðgera lógaruppskotið gjølla. Í døgunum 12. 14. oktober verður Norðurlandahúsið karmur um stevnuna ung í Føroyum. Tá fara 90 ung fólk í aldrinum 13 18 ár úr Noregi, Svøríki, Finnlandi og Føroyum at arbeiða við list og skapandi virksemi. Ung í Føroyum 2015 verður størsta stevnan, síðani tiltakið byrjaði í 2001. Luttakaratalið er hægri enn árini frammaundan, og stevnan er longd við einum hálvum degi. Verksmiðjurnar vera seks í tali, og sum nakað nýtt verða tríggir verksmiðjuleiðarar ikki føroyingar, men úr øðrum norðurlondum. Stevnan endar við almennum tiltaki, har luttakararnir fara at vísa listina fram, sum tey hava skapt. Liljan Weihe, tíðindaleiðari í Kringvarpinum, sigur, at tað er eitt prinsipp, at Kringvarpið ikki útflýggjar tilfar hjá journalistum og fotografum, sum ikki hevur verið alment, og tí hevur Kringvarpið sýtt politinum at fáa myndirnar. Fólk skulu kunnu líta á, at Kringvarpið ikki er longdi armurin hjá politinum, og at tey eru í vanda fyri at enda í rættinum, tí tey eru á eini mynd. Livar Nysted, sum var ein av manningini, sigur, at tað bleiv meiri vindur, enn veðurmenninir høvdu spátt, og tí slapst ikki inn í Nólsoyarfjørð. Ætlanin var upprunaliga at koma á Havnina. Umrøða avfrágreiðing løgmans á ólavsøku á dagsskránni stendur á dagsskránni. Men umrøða skal helst eingin vera á tingfundinum í dag. Løgtingsformaðurin og formenninir í tingbólkunum eru samdir um, at nú val er útskrivað, eigur einki orðaskifti at vera á tingfundunum í dag, tí valstríð skal ikki vera í tingsalinum. Men stýriskipanarlógin sigur, at løgtingið skal viðgera frágreiðing løgmans innan seks yrkadagar eftir ólavsøkudag. Tí er tingfundur um frágreiðingina í dag. Framløga er eisini á skránni. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, fer at leggja fram uppskot um sama fiskidagatal næsta fiskiár sum í ár. Formansskapurin hjá løgtinginum fer at leggja fram síni uppskot til samtyktar um at geva Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, og Kára P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismanni, átalu fyri at bróta lógina um ábyrgd landsstýrismanna í CIP málinum. Ætlanin er at víkja frá øllum tíðarfreistum, so alt verður avgreitt í dag, bæði nevndarviðgerð, onnur viðgerð og triðja viðgerð. Tingfundurin í dag er ætlaður at vera tann seinasti í hesum valskeiðinum, sum endar í ótíð 1.september. Tá Útvarpið skattaði dýpið leygardagin, segði eingin av teimum fýra formonnunum í andstøðuflokkunum seg hava ítøkiliga ætlan um at leggja fram uppskot um misálit á løgmann, fyri at hava givið løgtinginum skeivar upplýsingar um breakfee avtaluna við CIP. Men skuldi eitt misálit komið, og tað verður samtykt, so missir Kaj Leo Holm Johannesen rættin til at vera tann fyrsti at royna at skipa samgongu eftir valið 1. september. Sum sitandi løgmaður hevur hann initiativið, sum sagt verður, eftir valið. Kim Kielsen, landsstýrisformaður í Grønlandi, harmast um, at ríkisfundurin verður av ongum, tí Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, sendi avboð eftir at hava skrivað út løgtingsval. Kim Kielsen sigur við grønlendska kringvarpið , KNR, at nógv týðandi mál fyri ríkisfelagsskapin skuldu viðgerast á ríkisfundinum við rubinnámið á Fiskanesinum. Hann fæst kortini ikki at siga, hvørji hesi mál eru. Nú í nógv ár hava landsstýrisformaðurin, løgmaður og forsætisráðharrin havt ríkisfund hvørt ár, har viðurskiftini í ríkinum verða viðgjørd á óformligum fundum. Í fjør var ríkisfundurin í Føroyum. Ógreitt er, nær ríkisfundurin 2015 so verður, ella um nakar fundur verður í ár. Tað verður avgjørt, tá landsstýri er skipað eftir løgtingsvalið 1. september. Bæði Lógartænastan á Løgmansskrivstovuni, sum kannar lógaruppskotini hjá landsstýrinum, áðrenn tey fara í løgtingið, og Løgtingsskrivstovan spurdu Fiskimálaráðið, hví ikki ber til at kæra avgerðir, sum verða tiknar við nýggju grindalógini í hondini. Í lógini stendur, at áheitanir, fyriskipanir, boð og forboð frá sýslumanni ella øðrum heimilaðum persóni eftir lógini ella reglum, sum eru ásettar við heimild í grindalógini, kunnu ikki kærast til hægri fyrisitingarligan myndugleika. Løgtingsskrivstovan spurdi, hví ikki ber til at kæra slíkar avgerðir. Lógartænastan gjørdi vart við, at tað eigur at síggjast í lógini, hvagar avgerðir hjá politinum um inntriv kunnu kærast. Fiskimálaráðið sigur í viðmerkingunum um lógaruppskotið, at avgerðirnar fyri tað mesta ikki eru av slíkum slagi, sum kunnu kallast fyrisitingarligar avgerðir. Tí kunnu tær ikki kærast. Tað er ikki óvanligt til dømis í skúlum og sjúkrahúsum, at dagligar avgerðir hjá teimum, sum har arbeiða, ikki kunnu kærast. Harfturat, sigur Fiskimálaráðið, raka avgerðirnar sambært grindalógini ikki einstaklingar, men hópar av fólki. Munur er á átalunum, sum formansskapurin í løgtinginum heldur, at Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, og fyrrverandi landsstýrismaðurin, Kári P. Højgaard, eiga at fáa fyri lut teirra í CIP málinum. Hans Gammeltoft Hansen, kanningarstjóri, segði í sínari niðurstøðu, at báðir hava brotið lógina um ábyrgd landsstýrisins, somu grein og sama petti í lógini. Formansskapurin mælir til í uppskoti til samtyktar, at løgtingið átalar álvarsliga, at Kaj Leo Holm Johannesen hevur borið løgtinginum skeivar upplýsingar, tá svaraði fyrispurningum í løgtinginum í sambandi við málið um Eysturoyartunnilin. Men um Kára P. Højgaard vil formansskapurin bara hava løgtingið at siga, at tað er átalu vert, at Kári P. Højgaard, táverandi landsstýrismaður, uttan haldgott grundarlag hevur hildið aftur viðkomandi upplýsingum fyri løgtinginum, tá hann svaraði fyrispurningi úr løgtinginum í sambandi við málið um Eysturoyartunnilin. Tá tingfundurin verður tikin uppaftur seinni í dag, verður eitt av málunum misálit á løgmann, Kaj Leo Johannesen, fyri leiklutin hjá løgmanni í málinum um Eysturoyartunnilin, skilst í Løgtinginum. Flokkarnir gera á hendan hátt vart við sína misnøgd við løgmann, segði Árni Gregersen, politiskur viðmerkjari, í samrøðu við útvarpið í eyka tíðindasending klokkan 11. Tað verða Framsókn og Tjóðveldi, ið fara at leggja fram misálit á løgmann á tingfundinum í dag, segði politiski viðmerkjarin í samrøðu við útvarpið. Teir báðir flokkarnir fáa helst eisini undirtøku frá Javnaðarflokkinum, tá misálitið verður lagt fram, væntar Árni Gregersen. Hvørja støðu hinir flokkarnir hava, er ikki greitt í løtuni. Dagført 12 01 Tingformaðurin, Jógvan á Lakjuni, boðar frá, at málið um misálit á løgmann verður viðgjørt klokkan 12 30, tá tingfundurin verður tikin uppaftur. 29 ára gamli hósvíkingurin Rúni Weihe lesur yrking, sum hann sjálvur hevur skrivað. Hann gevur út yrkingasavn í heyst. Yrkingaupplestur er fastur táttur í Summarmorgni í augustmánaði. Land og kommunur fáa skatt, tí 2,3 milliónir krónur av teimum tíggju, sum koma úr statskassanum, eru ætlaðar til lønir til fimm fólk. Tvey fólk í hálvtíðarstarvi skulu í tvey ár arbeiða við ætlanini um at gera eitt granskingarundirstøðukervi fyri eina genomskrá í Føroyum. Genom er allir arvaeginleikar hjá fólki. Sambært fíggjarætlanini hjá verkætlanini eru ein millión og 80.000 krónur til tvey hálvtíðarstørv, annað er verkætlanarleiðari, sum skal síggja til, at verkætlanin verður framd. Hitt starvið er samskipari. Harafturat eru 736.000 krónur til tveir bioanalytikarar og 480.000 krónur til hálvan phd lesandi í mýlbiologi, molekylærbiologi. Granskingarsetrið iNOVA skal hava 120.000 krónur í húsaleigu, 5.000 krónur um mánaðin í tvey ár, og 95.000 krónur fara til at leiga tól frá iNOVA í Granskingarsetrinum. Neyðugt er at leiga høli frá iNOVA fyri at sleppa fram at tólunum, stendur í fíggjarætlanini. 150.000 krónur eru settar av til ferðing. Slakar 6,2 milliónir krónur eru ætlaðar til at lesa genomini og hálv triðja millión til goymslu. Átta milliónir krónur eru í donsku fíggjarlógini í ár, og tvær verða væntandi játtaðar næsta ár. Mett verður, at í ár verða 3,7 milliónir krónur brúktar, 5,5 milliónir næsta ár og 800.000 krónur í 2017. Genomskráin verður stovnað sum partur av vevnaðarskránni hjá Ílegusavninum. Talan er um yrkingina the reverend d nn s concept of God , ið hann sjálvur hevur skrivað. Yrkingaupplestur er fastur táttur í Summarmorgni í augustmánaði. Greenland Express skuldi eftir ætlanini flúgva ferðafólk millum Danmark og Grønland alt summarið, men flogfelagið hevur ikki flogið nakran túr í summar. Flogfelagið skuldi byrja flúgvingina 2. juli, men tað var síðani útsett til 14. juli og seinni til 27. juli. Nú er flúgvingin enn einaferð útsett, hesa ferð til 17. august. Ferðafólk í túsundatali noyðast annaðhvørt at avlýsa ferðina ella keypa dýrari ferðaseðil hjá øðrum feløgum, sigur Ole Kirchert Christensen, redaktørur. Prísurin fyri ein ferðaseðil Danmark Grønland og aftur kostar 3.750 krónur hjá Greenland Express meðan sami ferðaseðil kostar 7.423 hjá Air Greenland, altso tvífalt so nógv. Avlýstu flogferðirnar hjá Greenland Express merkjast eisini hjá danska brúkaraumboðsmanninum, ið higartil hevur fingið tvær klagur. Tað er ikki óhugsandi, at fleiri koma. Vit arbeiða við tveimum málum, og tað kann ikki útihýsast, at fleiri onnur mál eisini koma, sigur Susanne Bager hjá Konkurrence og forbrugerstyrelsen sambært heimasíðuni. Tað er ikki bert á flogrutuni millum Danmark og Grønland, at flogfelagið ætlaði at vinna pening við at bjóða bíligari ferðaseðlar enn kappingarneytarnir. Felagið hevði eisini ætlanir um at flúgva til Føroyar, segði stjórin í Greenland Express, Gert Brask, við blaðið, í desember í 2014. Vit fara ikki at sita hendur í favn, fer Greenland Express at flúgva til Føroya, segði Jørgen Holme, stjóri í Atlantic Airways, tá við Kringvarpið . Um dagarnar hava fleiri fingið SMS boð frá einum fremmandum nummari, har tað verður biðið um, at fólk ringja uppaftur. Boðini frá bretska nummarinum 44 7011920671 eru soleiðis Var sAd at ringe til mig Nýggjur heilivágur móti sjúkuni cystisk fibrose Orkambi, sum heilivágurin eitur er á veg til Evropa. Donsku heilsumynduleikarnir halda, at um umleið eitt ár verður møguleiki at fáa Orkambi í Danmark og tí eisini í Føroyum. Í Danmark verður sagt, at umleið 75 av sjúklingunum, sum hava systisk fibrosu, kunnu fáa hjálp so tey kunnu liva longri við sjúkuni. Ein av sjúklingunum, sum hevur systisk fibrosu, og sum býr í Danmark, er 22 ára gamla Helena Dahl Olsen. Hon fylgir eisini við, hvat hendir innan nýggjan heilivág fyri systisk fibrosu. Løgtingsvalið tann 1.september ger, at Teistin noyðist at avlýsa ferðir í heyst og í vetur, tí grót liggur í innsiglini til Skopunar havn. Ætlanin var, at Jørgen Niclasen, landsstyrismaður, skuldi biðja løgtingið um eykajáttan til Landsverk nú í august, so grótið kundi ruddast burtur sum skjótast. Nú val er útskrivað, fær landsstýrismaðurin einki gjørt við tað. Og tað ger so, at Landsverk ikki fær gjørt arbeiðið í ár, og tað má gerast, áðrenn heystið kemur. Jóhan Petur Abrahamsen, leiðari á Sjódeildini á Strandfaraskipum landsins, váttar, at avlýsingar hjá Teistanum kunnu væntast, tá veðrið øtlar í heyst. Innsiglingin í Skopun er vorðin smalri, og plássið hjá Teistanum verður minni í ytra hylinum. Tá liggjandi landssynningur er, verður so nógv alda, at ikki er ráðiligt at fara inn í Skopun, so leingi grótið liggur á botninum. Ikki ber til at siga nakað um, hvussu ofta verður neyðugt at avlýsa hjá Teistanum. Skiparin avger í hvørjum einstøkum føri, um ráðiligt er at fara inn í Skopun ella út haðani. Rakt varð við grótið fyri einum mánað síðani. Enn hevur tað ikki elvt til nakra avlýsing. Heldur ikki mánadagin, tá illfýsið annars var í Skopunarfirði. Grót liggur okkurt um 15 metrar suður úr norðara molanum í innsiglingini. Grótið er komið úr grótkastinum uttan um havnina. Hetta er ikki fyrstu ferð, at grót liggur í innsiglingini í Skopunar havn. Landsverk vil tí hava eina varandi loysn nú og hevur biðið um eykajáttan. Tað gekst ikki sum Framsókn og Tjóðveldi ætlaðu, tá Løgtingið fyri løtu síðani atkvøddi um at reisa misálit á løgmann, Kaj Leo Johannesen. Uppskotið um misálitið hjá Framsókn og Tjóðveldi fekk ikki undirtøku í Løgtinginum tá atkvøtt varð. 14 atkvøddu fyri, 9 atkvøddu ímóti og 10 atkvøddu blankt. Tað er átaluvert, at Kári P. Højgaard heldur upplýsingum aftur fyri løgtinginum, men tað skal átalast álvarsliga, at løgmaður tilvitað hevur borið løgtinginum skeivar upplýsingar. Fleiri atkvøður vóru blankar enn ímóti, tá tingið seinnapartin atkvøddi um uppskotið frá Tjóðveldi og Framsókn um misálit á løgmann. Uppskotið fall. 14 atkvøður vóru fyri, níggju ímóti, og 10 atkvøður vóru blankar. Millum teirra, sum atkvøddu blankt, vóru tríggir partamenn hjá løgmanni. Árabáturin Avalon, sum føroyingar hava róð úr Skotlandi til Føroya, vann ikki upp Havnina, men endaði í hørðum streymi og tungari aldu í Skopunarfirði í gjár. Fríggjadagin samdust løgtingsformaðurin og formenninir í tingbólkunum um, at einki orðaskifti skuldi vera á tingfundinum í gjár, tí valstríð skal ikki førast á tingsins røðarapalli. Orðaskifti var heldur einki um frásøgn løgmans á ólavsøku, um fiskidagarnar ella um uppskotini um átalurnar, sum løgtingið gav Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, og Kára P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismanni. Bæði Høgni Hoydal í Tjóðveldi og Poul Michelsen í Framsókn søgdu í Degi og Viku í gjárkvøldið, at teir á fundinum við løgtingsformannin fríggjadagin staðiliga gjørdu greitt, at avtalan um einki orðaskifti var ikki galdandi fyri uppskot um misálit, um eitt tílíkt uppskot kom á tingfundinum í gjár. Hálvársúrslitið er heldur lakari enn fyrra hálvár í fjør, tá BankNordik hevði 85 milliónir í yvirskoti, fyri skatt, sigur bankin í hálvársroknskapinum. Sambært BankNordik er hálvársúrslitið í ár merkt av, at bankin skuldi gjalda 14 milliónir krónur í uppsagnarlønum, eftir at bygnaðarbroytingar vóru framdar í mai mánað. Annan ársfjórðing í ár hevur BankNordik somuleiðis staðfest eitt kurstap á 40 milliónir krónur. Fyrr í ár boðaði BankNordik frá, at bankin ætlar at sleppa sær av við íslendska tryggingarfelagið Vørður. Sambært fráboðan til keypsskálarnar í morgun verður sølan endaliga framd í ár. Leiðslan í BankNordik roknar framvegis við, at yvirskotið í ár tá avtornar verður millum 200 og 240 milliónir krónur, áðrenn niðurskrivingar, eingangsútreiðslur, virðisjavnað og skatt. Í góðkenningini er serligur dentur lagdur á, at evni, ið nýtt verða í alivirkseminum, ikki skaða umhvørvið. Umhvørvisstovan hevur eisini sett treytir við góðkenningina. Millum annað skal Bakkafrost Farming gera regluligar kanningar av botninum undir aliringunum, og úrslitini skulu brúkast sum grundarlag undir framtíðarætlanum hjá felagnum. Umhvørvisstoavn kann seta forboð fyri at seta fisk út, um talan er um ov stóra dálking. Umhvørvisstovan sigur kortini, at tað ikki slepst heilt undan dálking, eitt nú frá fóðri og skarni. Talan er um sama øki, sum Danmark gjørdi krav upp á í desmeber í fjør, skrivar danska TV2 við tíðindastovuni Barents Observer sum keldu. Russiskir myndugleikar halda uppá, at talan er um russiskt øki. Russland hevur eftir drúgvar kanningar í fleiri ár, nú gjørt niðurstøðu í málinum, og hon er greið talan er um russiskt øki. Í desmeber í fjør gjørdi Danmark krav upp á 895.000 ferkilometrar av havøkinum við Arktis eitt øki, sum gongur heilt upp til Norðurpólin. Russland er tó ikki einasta land, sum krevur økið. Áður hava hava Noregi, Kanada og USA eisini kravt sama øki. Nú hevur so eisini Russland sagt, at talan er um russiskt øki. 17 ára gamli Rani Petersen syngur og spælir tónleik. Eftir sangleikin Grease gjørdist hann enn meira eldhugaður og fór at leggja meira orku í tónleikin Í hesum døgum eru fleiri føroyskir skótar í Japan á skótalegu. Vit hava tosað við føroyingin á ferð, sum hesaferð er Ása Pálsdóttir. Ryanair er fyrsta flogfelagið í heiminum, ið hevur flogið 10 milliónir ferðafólk eftir bert einum mánaði, sambært tíðindastovuni, Ritzau. Írska lágprís flogfelagið fleyg í juli mánaði tilsamans 10,14 milliónir ferðafólk. Tað eru 11 prosent fleiri ferðafólk enn flogfelagið flutti í juli 2014. Greinin heldur fram niðanfyri. Flogfelagið setti eisini eitt annað nýtt met í juli, tá 95 prosent av øllum setrum í flogførum hjá flogfelagnum vóru upptikin. Í juli í fjør var tað talið 91 prosent. Tilsamans flúgva 95,3 milliónir ferðafólk við Ryanair um árið. Onnur flogfeløg flyta fleiri ferðafólk, men ikki tá talan er um uttanríkis flogferðir. For mig er det ikke naturligt at g ned i et supermarked og købe en bøf fra New Zealand eller grøntsager der er oversprøjtede med kemikalier for at kunne holde den lange rejse ud til 18 sm øer alene i nord atlanten. Millum annað soleiðis sigur Jóhan Ruby Eiðisgarð í einum uppslagi á sosiala miðlinum, Facebook, ið hevur fingið sera góða undirtøku millum manna. Higartil er uppslagið deilt fleiri enn 18.000 ferðirnar á Facebook. Eisini hava útlendskir miðlar skrivað um og endurgivið úr uppslagnum. Her er uppslagið. Tá Vinnunevndin hjá løgtinginum skrivaði álit um uppskotið um grindalóg, helt meirilutin í nevndini, at bótin fyri at bróta lógina eigur at vera í minsta lagi 25.000 krónur, skal hon gera nakran mun. Føroya rættur viðgjørdi málini hjá teimum fimm Sea Shepherd fólkunum allan dagin í gjár og nakað út á kvøldið. Ákærdu fólkini nokta seg sek í at hava órógvað grindadrápini og ikki at hava gjørt eftir boðunum frá myndugleikunum. Ákæruvaldið krevur eisini minst 100.000 krónur frá Sea Shepherd í Niðurlondum, tí leiðarin hjá Sea Shepherd á landi í Føroyum fekk innferðarloyvi, visum, gjøgnum ta deildina. Rosie Kunneke, sum er leiðari hjá Sea Shepherd fólkunum, sum virka á landi í Føroyum, er úr Suðurafrika, og skal tí hava innferðarloyvi fyri at sleppa til Føroya. Teljingin er gjørd saman við Grønlandi, Íslandi og Noregi, og nú skulu tølini samskipast, sigur Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur, sum samskipar hvalateljingina. Ætlanin var eisini, at Jørgen Niclasen skuldi biðja løgtingið skipa so fyri, at Landsverk fær fleiri pengar at arbeiða fyri í ár. Ber tað til, kann arbeiðið vera liðugt næsta vár. Nú er fólkið, sum arbeiðir í Viðoynni, í summarfríi. Men hvat hendir eftir summarferiuna er ikki heilt greitt, sigur Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki. Koma ikki fleiri pengar í ár, steðgar arbeiðið til nýggjárs, og so verður tað ikki liðugt næsta vár. Sambært upprunaligu tíðarætlanini skal arbeiðið vera liðugt í fyrsta ársfjórðingi í 2017. Eg fari at taka hetta upp á næsta stýrisfundi, sigur stýrislimurin í ALS, Magnus Pauli Glerfoss, ið umboðar fiskimannafelagið í ALS stýrinum, eftir at formaðurin í Fiskimannafelagnum í gjár kallaði tað óetiskt og óheppið, at stýrisformaðurin í ALS er nevndarlimur í Ocean Group Faroes, sum manningarfeløgini ávara fólki ímóti at sigla við. Tað eydnaðist ikki útvarpinum at fáa fatur á Snorra Fjalsbak sum umboðar almennu arbeiðsgevararnar í ALS stýrinum til tíðindasendingina á døgverða. Brandur Sandoy og Páll á Reynatúgvu, mótmæla, at túratalið hjá Teistanum verður skert í heyst og í vetur, tí neyðug játtan er ikki til arbeiðið at rudda grótið burtur, ið ávirkar siglingina hjá Teistanum, tá veðrið øtlar. Ætlanin var, at Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, skuldi biðja løgtingið um eykajáttan til Landsverk nú í august, so grótið kundi ruddast burtur. Men nú val er útskrivað, er óvist, hvussu verður við hesum. Hetta góðtaka Brandur Sandoy og Páll á Reynatúgvu als ikki. Í opnum brævi til landsstýrismannin í fíggjarmálum, vísir Páll á Reynatúgvu á, at hann longu fyri tveimum árum síðani hevur víst á trupulleikan. Hetta er ein neyðstøð, og tá hevur fíggjarnevndin bráðfeingis heimild til at veita játtan við fíggjarnevndarskjali, sigur Páll á Reynatúgvu. Vit sum búgva í oynni krevja, at peningur verður funnin til hesa støðu, ið mná metast sum ein neyðstøða, sum oyggin er komin í, sigur Brandur Sandoy. Teistin er okkara alfaravegur, og tí kann tað als ikki góðtakast, at grótið verður liggjandi út móti vetri, soleiðis at siglingin í vetur verður darvað av hesum ávum, sigur hann. Sambært havrættarsáttmálanum ber til at forða skipunum hjá Sea Shepherd at sigla innan fyri grundlinjurnar, tað er í innara umveldi Føroya. Hetta ber til at gera, uttan at neyðugt er at grundgeva fyri avgerðini um at nokta skipunum at sleppa inn í føroysku firðirnar og sundini. Strandarlond kunnu taka slíkar avgerðir og í hesum føri forða skipum hjá Sea Shepherd at sigla innan fyri grundlinjurnar við Føroyar, sigur Bjørn Kunoy, serfrøðingur í havrætti. Tað ber eisini til við ávísum treytum at nokta fremmandum skipum at sigla í ytra umveldinum, tað er millum grundlinjurnar og 12 fjórðingar. Men hvørgin møguleikin í havrættarsáttmálanum er brúktur móti Sea Shepherd. Skipini hjá felagsskapinum sleppa at sigla innan fyri grundlinjurnar. Bjørn Kunoy sigur, at var møguleikin í havrættarsáttmálanum brúktur, høvdu donsk verjuskip heldur ikki havt fyri neyðini at taka passivan lut í grindadrápi. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sum varðar av grindalógini, sigur, at tað er ikki málsøki hjá Fiskimálaráðnum at nokta skipum at koma inn um grundlinjurnar sambært havrættarsáttmálanum. Hann sigur, et hesin spurningurin var ikki við í eftirmetingini, tá Sea Shepherd átakið var liðugt í fjør. Men hann eigur at vera við, tá eftirmett verður aftur í heyst, heldur landsstýrismaðurin. Grønland er framvegis ein avbjóðing hjá BankNordik, skrivar grønlendska blaðið Sermitsiaq , sum viðger hálvársroknskapin hjá BankNordik. Hálvársroknskapurin varð kunngjørdur í gjár. Bæði tá ræður um at vinna pening og fáa vøkstur í virksemið í Grønlandi hevur BankNordik avbjóðingar. Sermitsiaq vísir á, at frá 2012 til 2014 vóru næstan 30 prosent afturgongd í vanliga bankavirkseminum, so sum útlán. Og gongdin helt fram fyrra hálvár í ár. Útlánini minkaðu 47 milliónir niður í 689 milliónir krónur Men hetta er hálvárið. Í øðrum ársfjórðingi, frá 1. apríl til 30. juni, var framgongd, tá bankin lænti út 23 milliónir meira í Grønlandi enn í fyrsta ársfjórðingi. BankNordik í Grønlandi hevði átta milliónir krónur í vinningi fyri skatt fyrra hálvárið 2015, tvær milliónir minni enn í fjør. BankNordik samtakið hevði 79 milliónir krónur í vinningi fyri skatt fyrra hálvár í ár. Hálvársúrslitið hjá samtakinum, sum umframt í Føroyum og Grønlandi virkar í Danmark og Íslandi, var heldur lakari enn fyrra hálvár í fjør, tá BankNordik hevði 85 milliónir í yvirskoti fyri skatt. Sambært BankNordik sæst aftur í hálvársúrslitinum í ár, at bankin rindaði 14 milliónir krónur í uppsagnarlønum eftir bygnaðarbroytingar í mai. Annan ársfjórðing í ár hevur BankNordik eisini staðfest eitt kurstap á 40 milliónir krónur. Leiðslan í BankNordik væntar tó framvegis, at vinningurin í ár verður, tá avtornar, millum 200 og 240 milliónir krónur fyri niðurskrivingar, útreiðslur, sum bara skulu rindast einaferð, virðisjavnan og skatt. Hóast Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, fyri tveimum vikum síðani endar brævið til íslendska starvsfelaga sín við orðunum fyri Næraberg og okkum í Føroyum hevur málið bráðskund, er einki svar komið úr Íslandi. Í brævi til íslendska fiskimálaráðharran, Sigurð Inga Jóhannsson, tann 23. juli biður Jacob Vestergaard ráðharran viðgera alt málið um Næraberg av nýggjum. Men einki svar er komið úr Íslandi, sigur Jacob Vestergaard. Næraberg slapp í summar ikki í íslendska havn eftir grønlendskum fiskimonnum. Næraberg slapp heldur ikki at taka menninar umborð uttan fyri íslendska 12 fjórðinga markið. Hetta er brot á Hoyvíkssáttmálan, sigur Jacob Vestergaard. Sáttmálin sigur, at Ísland kann ikki gera mun á føroyingum og íslendingum. Ísland kann heldur ikki geva Nærabergi ólagaligari viðferð enn grønlendskum skipum. Útvarpið hevur til fánýtis, bæði skrivliga og munnliga, roynt at fingið eina viðmerking frá íslendska fiskimálaráðnum um framferðina móti Nærabergi. Men greitt er, at Ísland brúkar eina lóg, sum loyvir myndugleikunum har at leggja forðingar fyri føroysk skip, so sum Nærabergi, sum fiska makrel í grønlendskum sjógvi. Lógin sigur, at útlendsk skip, sum fiska úr felags stovnum, sum eru bæði í íslendskum sjógvi og í øðrum sjógvi og sum Ísland ikki hevur avtalu um við onnur lond, sleppa ikki í íslendska havn uttan í neyðstøðu. Ein slíkur stovnur er makrelstovnurin. Ísland er ikki við í avtaluni millum strandarlondini um makrel. Lógin sigur eisini, at skip, sum lógin umfatar, skulu ongar tænastur fáa í Íslandi og heldur ikki innan fyri íslendska 200 fjórðinga fiskimarkið. Hendan lógin er brúkt móti Nærabergi í ár og í fjør. Myndin omanfyri The Atomic Bomb Dome á myndini er framvegis ímyndin av Hiroshima. Drag í miðjuna í myndini, og tú sært munin á tá og nú Myndin omanfyri Tvey fólk til gongu í eini gøtu eftir at ruddað varð upp í Hiroshima. Drag í miðjuna í myndini, og tú sært munin á tá og nú Tað er nú staðfest, at vrakpettið, sum varð funnið á strondini á oynni Reunion, eystan fyri Madagaskar í síðstu viku, stavar frá horvna flogfarinum hjá Malaysia Airlines. Eitt tal var stemplað á vongin, og tað er tað talið, sum serfrøðingar hava kannað og nú kunnu vátta, er av MH370 hjá Malaysia Airlines, sigur forsætisráðharrin í Malaysia. Greinin heldur fram niðanfyri. Eg kann vissa tykkum øll um, ið áttu kær í hesari vanlukkuni, at malaysiska stjórnin vil gera alt, hon er ment, at finna fram til sannleikan, um hvat hendi, sigur Najib Razak. 239 fólk vóru umborð á MH370 flogfarinum, tá tað hvarv. Tað er enn ikki greitt, hví flogfarið hjá Malaysia Airlines datt niður á ferðini frá Kuala Lumpur til Beijing 8. mars í fjør. Happing í fólkaskúlanum er einans minkað 2 prosent seinastu 8 árini, vísir nýggj kanning. Tað er ikki nøktandi, heldur næstformaðurin í Føroya Lærarafelag, Jónleif Johannesen. Í kanningini, ið varð løgd fram 8. mai í Mentamálaráðnum, sæst millum annað, hvat lærarar í skúlunum meina ger mun fyri trivnaðin á skúlaøkinum. Lærarar vóru bidnir at svara spurninginum Hvørji tiltøk í sambandi við happing eru sett í verk í tínum skúla Eisini varð spurt um, hvørt tiltøkini virka. Fróðskaparsetur Føroya og Granskingardepilin hava gjørt kanningina, meðan ein fylgibólkur umboðandi Mentamálaráðið, Føroya Lærarafelag, Felagið heim og skúla og Skúlaleiðarafelagið hava fylgt arbeiðinum. Tey stóru hugsjónarligu orðaskiftini eru ikki í løgtinginum. Samgongufólk knúlva tey í andstøðuni, og andstøðufólk knúlva tey í samgonguni. Tað er ikki eiti á ringum skoðsmáli, løgtingið fær frá tveimum politikarum, sum ikki stilla upp hesa ferð. Og eingin brúkar fyrrverandi landsstýrisfólk. Tað kom óvart á tey flestu, at Gunvør Balle ikki stillar uppaftur eftir eittans valskeið. Men avgerðin er langt síðani tikin, sigur hon. Sambandsmaðurin og landsstýrismaðurin í Vinnumálum, Johan Dahl, og tingkvinna fyri Tjóðveldi, Gunvør Balle, greiddu í morgunsendingini frá, hví tey ikki stilla uppaftur. Og so søgdu tey annars sína erligu hugsan um løgtingið, sum eftir teirra tykki er fallið í tign seinastu árini. Skólav rðustígur í Reykjavík er um dagarnar málaður í ælabogalitum í samband við Reykjavík Pride, ið er frá 4. til 9. august, skrivar íslendska blaðið, Visir . Ung sum gomul, børn og vaksin, hava hjálpt til at mála Skólav rðustíg áðrenn Reykjavík Pride skrúðgonguna, ið verður mett at vera hæddarpunktið á tiltakinum. Reykjavík Pride er eitt tað størsta tiltakið í Íslandi hvørt summar. Útivið 100.000 íslendingar meira enn triði hvør taka lut í tiltakinum á hvørjum ári, verður mett. Uppskotið var á landsstýrisfundinum mánadagin í síðstu viku. Tá varð avgjørt at útseta øll málini uttan fiskidagarnar, tí øll landsstýrisfólkini vóru ikki á fundinum mánadagin. Í eykajáttanarlógini vóru millum annað 40 milliónir krónur til Viðareiðistunnilin. Ikki 40 milliónir afturat, men 40 milliónir skuldu flytast frá 2016 til 2015, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður. So var ætlanin at flyta alla játtanina í 2017 til 2016, tí kann arbeiðið í Viðoynni halda fram uttan steðg verður tað, sambært Landsverki, liðugt næsta vár. Tað er serliga frá vatnveitingini í Villingardali, at fráboðanir koma, sigur Viggo Christiansen, leiðari fyri vatnverkinum í Tórshavnar kommunu. Av Norðasta og Heimara Horni, hava tey eisini gjørt vart við ringan lukt og smakk í vatninum, og tað er heldur ikki so løgið, sigur Viggo Christiansen, tí hesi øki fáa eisini vatn úr Villingardali. Av tí at vatnið ikki er heilsuskaðiligt, hevur kommunan avgjørt at kunningin er á heimasíðuni hjá kommununi. Um bakteriur koma í vatni, kemur eisini ein almenn kunngerð í fjølmiðlunum. Nógvar nýggjar sendingar eru á skránni í Kringvarpinum, nú løgtingsval er útskrivað at vera týsdagin 1. september. Valdekningurin byrjar av álvara mánadagin 17. september, men longu í morgi n er fyrsta sendingin í sjónvarpinum. Tað er sendingin Vikan og valið, har tríggir tungvektarar í føroyskum politikki hvønn fríggjadag fram til valið venda valstríðnum í vikuni. Tungvektararnir eru Jóannes Eidesgaard, Torbjørn J acobsen og Ó li Breckmann. Liljan Weihe er vertur. Í útvarpinum fara allir floksformenn saman við einum valevni í Andglettin. Sendingin verður at hoyra í útvarpinum klokkan16.05 mán , týs , hós og fríggjadagar frá 17. august til allir flokkar hava verið í útvarpsstovuni. Aftaná sendingina sleppur lurtarin framat politikkarunum í Fimmaranum. Vertir eru Øssur Winthereig og Beinta Løwe. Vágskálin er á skránni mán , týs, mik og fríggjadag aftaná tíðindini á middegi. Í sendingini meta miðlafólk um Andglettin og Fimmaran frá degnum fyri. Vertur er Marjun Dalsgaard. Seinnapartin fer Kringvarpið á ferð. Vit vitja 10 bygdir og býir í sendingini Val á staðnum, sum er politisk kjaksending við valevnum frá øllum flokkunum. Byrjað verður í Vági mánadagin 17. august og áhoyrarar fáa møguleika at seta valevnunum spurningar í sendingini. Vertir eru Kári Sólstein og Rólant Waag Dam. Reportarar eru Kára Bjarnadóttir Jacobsen og Rebekka Manuela Behrens. Dagur og Vika fer í stóran mun at snúgva seg um valið í august mánaða. Frá mánadegnum 17. august verður sendingin Álvaratos á skránni aftaná Dag og Viku. Hetta er beinleiðis kristisk samrøða við floksformennirnar. Brynhild Thomsen er vertur. Sjónvarpskjak verða kring landið týsdagar og hósdagar tvær vikur áðrenn valið. Vitjað verður í Klaksvík 18. august, í Runavík hósdagin 20. august, í Trongisvági 25. august og í Havn hósdagin 27. august. Kjakfundirnir verða sendir beinleiðis í sjónvarpinum frá klokkan20.00 til 21.30, men veljarin er eisini vælkomin til sjálvt kjakið, har høvi eisini verður at seta valevnunum spurningar. Vertir eru Uni Holm Johannesen og Óluva Zachariassen. Reportari er Anna Poulsen. Síðsta formansumfar í hesum valskeiði verður í Kringvarpshøllini dagin fyri valið, 31. august aftaná D ag og Viku. Uni Holm Johannesen er vertur. Nýggja kanningin gevur andstøðuni greiðan meiriluta í løgtinginum. Javnaðarflokkurin fær 23 prosent av atkvøðunum, og við hesum hevði flokkurin verið størsti flokkur á tingi, um val var í dag. Flokkurin hevði fingið átta tinglimir. Sambandsflokkurin, sum á seinasta vali var størsti flokkur, fær í dag bara 19 prosent av atkvøðunum. Á seinasta vali fekk flokkurin 24,7 prosent av atkvøðunum, so hetta er ein rættiliga stór afturgongd. Beint í hølunum er Fólkaflokkurin við 18,6 prosentum. Hetta er eisini minni enn seinasta val, tí tá fekk flokkurin 22,5 prosent av atkvøðunum. Framsókn ger eitt rimmar val, skulu vit trúgva hesari kanningini. Flokkurin fær 11,6 prosent av atkvøðunum og tvífaldar tingmannatalið úr tveimum á seinasta vali upp í fýra. Verri er hjá Nýggjum Sjálvstýri, sum missir sín einasta tinglim. Nýggja kanningin gevur flokkinum bara 2,9 prosent av atkvøðunum, og tað er ikki nóg mikið at sleppa inn um tinggátt. Veljarakanningin gevur altso andstøðuni rættiliga stóran meiriluta. Tilsamans fáa Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn 19 tingsessir, meðan samgongan við Sambandsflokkinum, Fólkaflokkinum og Miðflokkinum fær 14 tinglimir. Veljarakanningin varð gjørd týskvøldið og mikukvøldið í hesari vikuni. Tilsamans 1116 veljarar svaraðu. Av teimum, sum svaraðu, søgdu 12,9 prosent seg ikki hava tikið støðu til, hvønn flokk tey fara at velja. Hóast Aksel V. Johannesen er greiðasta løgmansevni í kanningini, siga 29 prosent av teimum spurdu ikki vita, hvønn tey vilja hava til løgmann eftir valið. Úrslitið av veljarakanningini vísir, at fleiri møguleikar eru at skipa samgongu eftir valið, sigur Eirikur Lindenskov, politiskur viðmerkjari. Tað er ikki bara á festivalum, at ungfólk í tænastuvinnuni fáa løn á óvanligan hátt. Í 2010 varð ein leiðari biðin at geva starvsfólkum gávukort í løn fyri at vera til arbeiðis á ólavsøku. Høvuðsnavnið á Summarfestivalinum í ár er Roxette, og fyrireikararnir vænta, at eini 10.000 fólk koma til Klaksvíkar um vikuskiftið. Og hevur tú stoffskiftistrupulleikar, kanst tú skjótari bøta um heilsuna við at venja vøddarnar í yvirkroppinum enn í undirkroppinum. Tað vísir nýggj kanning, sum Magni Mohr, granskari, hevur gjørt saman við føroyskum, enskum, donskum, svenskum og italskum granskarum. Ítróttafólkini, sum umboðaðu ÍSB á Special Olympics World summarleikunum í Los Angeles, fingu eina hjartaliga móttøku, tá tey komu aftur til til landið týskvøldið. Veljarnir vórðu spurdir, um løgmaður átti at lagt frá sær. 74,6 prosent siga ja, at løgmaður átti at lagt frá sær. Bara 18,7 prosent halda, at løgmaður átti ikki at lagt frá sær. Tað er sum vera man, serliga tey, ið velja andstøðuflokkarnar, sum vilja sleppa av við løgmann. Allir veljararnir hjá Framsókn 100 prosent halda at løgmaður átti at lagt frá sær. Av tjóðveldisveljarunum eru tað 94,8 prosent, av javnaðarveljarunum 88,8 prosent og av sjálvstýrisveljarunum 72,7 prosent, sum halda at løgmaður skuldi farið frá. Eisini í samgonguni og í Sambandsflokkinum sjálvum halda tey, at løgmaður átti at lagt kongin. 56,9 prosent av fólkafloks veljarunum halda, at løgmaður átti at lagt frá sær. Tað sama siga 54,5 prosent av miðflokka veljarunum. Og av teimum, sum ætla sær at velja Sambandsflokkin hesaferð, eru tað 42,9 prosent, sum vilja hava løgmann frá. Sambært veljarakanningini vil ein meiriluti av veljarunum hava Aksel V. Johannesen, formann í Javnaðarflokkinum, at vera løgmann. 35 prosent peika á Aksel V. Johannesen sum løgmann. Bara 5 prosent peika á sitandi løgmann. Men fólk eru rættiliga nógv í iva um, hvør eigur at vera løgmaður. Heili 29 prosent siga seg ikki kunna peika á nakað løgmansevni. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur givið Landsverki boð um sum skjótast at rudda grótið burtur, sum liggur í innsiglingini í Skopunar havn. Pengar eru ikki í fíggjarlógini fyri 2015 til hetta arbeiði, og hvørki uppskot um eykajáttan ella fíggjarnevndarskjal koma í løgtingið fyri valið. Men 8,7 milliónir krónur eru í fíggjarlógini til havnir. Tríggjar milliónir eru ætlaðar til at leingja bryggjuna á Krambatanga og umvæla fendarar har. Hálv onnur millión er til lendingina í Svínoy. Ein møguleiki er at gera skráa á Eiðinum, so bilar og maskinur kunnu koyra í land og umborð. Tvær milliónir krónur vóru til atløgubryggjuna í Hvannasundi. Tað arbeiðið er gjørt, og har lupu 700.000 krónur av, sigur Jørgen Niclasen. So eru 2,2 milliónir til smáar ábøtur á havnir og ferjulegur. Arbeiðið í Skopun skal gerast fyri pengar av teimum 8,7 milliónunum í játtanini til havnir. Skulu arbeiðini, sum eru nevnd í fíggjarlógini, eisini gerast í ár, krevst ein eykajáttan eftir valið, ein eykajáttan, sum formliga verður markað Skopunar havn, hóast pengarnir fara til tey arbeiði, sum lata pengar til arbeiðið í Skopun. Kunngerðin frá 2011 um gjald fyri tulkatænastu í sambandi við læknahjálp er broytt. Nú er orðið deyvatulkur komið í broyttu kunngerðina, sum kom í gildi mikudagin. Kunngerðin sigur annars, at fólk, sum fáa læknahjálp, hava rætt til tulk, tá læknin heldur tað vera neyðugt at fáa umsett tað, sum sjúklingurin sigur, og tað, sum læknin sigur. Heilsutrygd rindar fyri tulkatænastuna. Tulkar fáa sambært kunngerðini somu tímaløn sum vikarar í skúlum fáa sambært sáttmála millum Lærarafelagið og Fíggjarmálaráðið. Tað eina gjaldið í kunngerðini um gjald fyri sjúkrahúsviðgerð og tað er hækkað tíggjufalt. Ómaksgjaldið fyri samskifti og samskipan við útlendsk tryggingarfeløg, arbeiðsgevarar og onnur er farið úr 600 krónum upp í 6.000 krónur. Nú er komið afturat í kunngerðina, at sjúkrahúsini kunnu hvørt sær áseta depositum fyri hjálpartól, sum verða lænt út í sambandi við viðgerð. Myndugleikarnir í Fraklandi seta nú nýggja leiting í verk í luftini, á sjónum og á landi, í vónini um at finna enn fleiri vraklutir frá MH370 flogfarinum hjá Malaysia Airlines, skrivar BBC . Fronsku myndugleikarnir seta leitingina í verk, eftir at malaysisku myndugleikarnir hósdagin søgdu, at ein vraklutur, ið stavar frá MH370, varð funnin á fronsku oynni, Reunion. Í løtuni eru kortini mótstríðandi upplýsingar um, hvørt vrakluturin, ið varð funnin í seinastu viku, veruliga stavar frá horvna flogfarinum hjá Malaysia Airlines. Malaysisku myndugleikarnir siga, talan er um ein vraklut frá MH370 flogfarinum. Hinvegin siga fronsku myndugleikarnir, at tað ikki er váttað, at vrakluturin er frá flogfarinum. Avvarðandi hjá teimum 239 fólkunum, ið lótu lív í flogvanlukkuni, eru ørkymlað og óð um mótstríðandi upplýsingarnar, skrivar tíðindastovan, AP. Sambært ítróttarredaktørurin í Miðlahúsinum, Tróndi Arge, er tríggir dystir hvønn leygardag minstakrav, um tú skalt tosa við um fótbólt. Tróndur hevur búð í Liverpool í trý ár, hevur verið til eitt ótal av fótbóltsdystum har, og greiddi í morgun frá hví Premier League er so áhugavert og so svaraði hann eisini spurninginum, um tað er rímiligt, at mannfólk brúka so nógva tíð upp á fótbólt. Tað eru ikki meiri enn seks ár síðani, at 43 ára gamli Meinhard byrjaði sum statisur og fór á filmskúla. Nú hevur hann verið við í fleiri enn 30 ymsum filmum og í næstum er hann partur av stórum amerikonskum filmi. Les meira um Meinhard her Kristina Jarnfoss er í hesum døgum í Tunesia saman við soninum Nóa. Helvtin av familju Nóa býr í Tunesia, og tískil hevur tað týdning fyri Kristinu, at tey sleppa at ferðast hartil. Tó er tað ikki trygt at ferðast har um leiðir. ISIL hevur megnað at skapa ótta í landinum. Hetta hevur av tí sama ávirkað ferðavinnuna í Tunesia, sum annars plagdi at vera høvuðsvinna í landinum Í Sirkus í kvøld verða tríggjar noise framførslur og so ein rokkkonsert aftaná. Men hvat er noise tónleikur fyri nakað Bogi á Lakjuni, sum skal spæla í Sirkus í kvøld, greiddi frá hesum, umframt at hann eisini spældi eitt lag. Nógv er á goymslu hjá virkinum, og tað er ikki so lætt at sleppa av við lættsaltaðan tosk um summarið, sigur Hans Jákup Mikkelsen, nevndarformaður i Sandoy Seafood. Sandoy Seafood keypir frystan tosk úr Noregi og hevur eisini keypt tosk frá Sjúrðarbergi og Akrabergi. Toskurin verður skorin til flak í Skopun, lættsaltaður og frystur. Fyrstu tríggjar mánaðirnar vóru ymsir byrjanartrupulleikar, men eftir páskir hevur virkið riggað væl, sigur Hans Jákup Mikkelsen, nevndarformaður. Sjálvstýrisflokkurin, sum nú eitur Nýtt Sjálvstýri, fær ongan tingsess eftir komandi val, vísir nýggja veljarakanningin hjá Kringvarpinum og Miðlahúsinum. Manningin umborð á russiska skipinum Dzintarjura, sum liggur við kai í Fuglafirði, er enn umborð á skipinum. Menninir nokta at fara av skipinum fyrr enn teir hava fingið tað løn, sum teir hava fingið lovað. Løgreglan upplýsti í gjár, at hon varð boðsend av russiska skiparanum at koma og tryggja, at 17 menn fóru av landinum, tí ein nýggj manning skuldi umborð, men at teir eru klárir yvir at manningin er umborð enn. Skipið er russiskt øki og løgreglan í Føroyum kann ikki fara umborð uttan so at skiparin biður hana koma umborð. Teir 17 menninir, sum skulu avloysa, eru komnir til landið, men búgva á hotelli, upplýsir ITF. Ríkisrættarliga støða Føroya er størsti snávingarsteingurin, skulu breiðar semjur gerast millum politisku flokkarnar. Tað heldur Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður og formaður Javnaðarfloksins. Var ríkisrættarliga støðan á ein ella annan hátt loyst, so friður fekst eina tíð, hevði borið til at ført veruligan politik, sigur Jóannes Eidesgaard í samrøðu við Dimmalætting í dag. Sjónarmiðini eru so ymisk og flokkarnir spenna so víða á teimum ymsu økjunum, at tað er næstan ógjørligt at finna tær breiðu semjurnar, sum mugu til fyri at koma víðari, sigur hann. Tí er eisini trupult at skipa samgongu eftir eitt val. Umframt høgra vinstra ásan er tað spurningurin um loysing samband, sum skilir flokkarnar. Eisini teir flokkar, sum annars kunnu semjast um onnur politisk mál. Jóannes Eidesgaard hevur áður sagt seg vera fyri blokkpolitikki í Føroyum. Tað er, at flokkar taka seg saman og melda greitt út, hvørjum teir samstarva við eisini eftir eitt val. Dømi um hetta er eitt nú úr Danmark, har greitt uppbýtið er millum høgra og vinstra veingin. Tað átti eisini at verið roynt í Føroyum, tí tað er ein trupulleiki, at veljarin ikki veit, hvat hansara atkvøða verður brúkt til, sigur Jóannes Eidessgaard. Tá borgarin fer á val, eigur hann at vita, hvat tað er fyri politikkur, sum verður førdur, tá samgonga er skipað, sigur Jóannes Eidesgaard við Dimmalætting. Soleiðis er ikki í dag, og flokkarnir hava ilt við at liva upp til vallyftini, tí teir mugu lora, tá samgongusamráðingarnar eru, sigur hann í samrøðu við blaðið. Hugsjónarliga standa flokkarnir so langt frá hvørjum øðrum, at eitt samstarv millum Sambandsflokkin og Tjóðveldi er at rokna sum ein promilla, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, formaður í Sambandsflokkinum. Nýggjasta veljarakanningin, sum Fynd hevur gjørt fyri Kringvarpið og Miðlahúsið, gevur andstøðuni greiðan meiriluta. Sambært kanningini verður Javnaðarflokkurin størsti flokkur, og Sambandsflokkurin gongur nógv aftur. Trupulleikin er, at pláturnar innihalda so nógv salt, og hetta dregur eisini fukt uttanífrá, sum so setur seg í trækonstruktiónina og stórviðin og hetta kann so elva til soppavøkstur í húsunum. Danska byggivinnan og almenni danski byggiskaðagrunnurin, meta, at skaðin er so stórur, har pláturnar eru nýttar, at næstan alt byggjaríið má gerast av nýggjum og at endurgjaldskravið kann koma uppá eina milliard krónur Hann hevur fingið umleið 50 prosent av allari umrøðu. Og formaðurin Kaj Leo Holm Johannesen er tann politikarin, sum er nevndur oftast. Lungnasjúkan cystisk fibrosa hevur verið drívmegin hjá 10 ára gamla Høgna Kunoy Davidsen, sum kanska er heimsins yngsti stovnari og eigari einum ítróttafelagi. Vindferðin var 64 metrar um sekundið, og tropiska ódnin, Soudelor, kom inn yvir eystara part av Taivan í nátt, skriva útlendskir miðlar á staðnum. Trø eru skrædd upp við rót, áarføri hevur elvt til stórar skaðar, og tvær milliónir fólk mistu streymin, tá ódnin, sum hevur fingið navnið Soudelor, rakti Teivan. Í løtuni er øll tok og flogferðsla í Taivan avlýst. Ódnin ferðast í løtuni í útnyrðing, og linkar so líðandi, siga veðurstovurnar í landinum. Tørvurin á eftirskúla í Føroyum er ógvuliga stórur. Nógv ungfólk fara á eftirskúla uttanlands, og hugsast kann, at ein eftirskúli í Føroyum fer at gera, at enn fleiri fáa hug at fara á eftirskúla heldur enn í 10. flokk og miðnám. Tað sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum, við Skúlablaðið. Hann sigur, at tað kann eisini hugsast, at føroysk foreldur uttanlands fara at senda børnini til Føroya í eftirskúla. Ein annar møguleiki er eisini, at ungfólk uttanlands koma til Føroya, men eftirskúlin er fyrst og fremst ætlaður føroyskum ungdómi, sigur Herálvur Jaobsen. Fyrr í ár koma triðja álitið um eftirskúla í Føroyum seinastu 10 árini, og mælt verður til at byggja skúlan á Drelnesi til 80 næmingar. Sambært álitinum fara umleið 120 føroysk ungfólk á eftirskúla uttanlands um árið. Arbeiðsbólkurin, sum gjørdi álitið, mælir til at landið rindar helvtin av íløguni. Landið rindar 70 prosent av rakstrinum, sambært eftirskúlalógini frá 2000, kommunurnar rinda fyri hvønn næming, og næmingurin rindar eisini sjálvur. Tað sigur Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi formaður í Javnaðarflokkinum og fyrrverandi løgmaður, í samrøðu við Dimmalætting um vikuskiftið. Hóast Javnaðarflokkurin ikki var við til at leggja uppskotið fram, atkvøddi flokkurin fyri uppskotinum Jóannes Eidesgaard sigur, at sum viðurskiftini lagaðu seg, var eingin annar møguleiki hjá andstøðuni enn at leggja fram uppskot um misálit. Spurdur, um tað ikki var av taktiskum orsøkum, tá nýggj samgonga skal skipast eftir valið, at Javnaðarflokkurin ikki var við til at leggja uppskotið um misálitið fram, sigur Jóannes Eidesgaard, at tað kann vera. Men tað er eftir hansara tykki misskilt. Avgerðin, sum løgtingið tók týsdagin, verður standandi. Og hon sigur, at meirilutin góðtekur, at løgmaður hevur sagt ósatt fyri tinginum, sigur hann í samrøðuni við blaðið. Tey í Javnaðarflokkinum atkvøddu fyri misálitinum, men eftir mínum tykki áttu tey eisini at lagt uppskotið fram, sigur Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi formaður í Javnaðarflokkinum og fyrrverandi løgmaður, við Dimmalætting. Pál Joensen gjørdist nummar fýra í sínum innleiðandi umfari í 1500 metrar frí í HM í Kazan í Russlandi í morgun. Tíðin hjá Páli var 14 58 52. og tað rakk samanlagt til eitt 9. pláss og tíverri ikki til eitt finalupláss. Tað merkir, at atgongumerkið til Olympisku leikirnar komandi ár eisini er í vanda. Tíðin hjá Páli er væl undir kravtíðina, sum danir hava ásett til OL, men av tí at Pál Joensen akkurát ikki rakk finaluna, sum var kravið, er eingin vissa fyri, at hann sleppur til Olympisku leikirnar í Rio í 2016. Um tveir danir og ella føroyingar svimja skjótari enn Pál Joensen til Danish Open ella á EM í London í 2016, so sleppur Pál Joensen ikki við til Olympisku leikirnar. Pál Joensen gjørdist nummar fýra í sínum innleiðandi umfari í 1500 metrar frí í HM í Kazan í Russlandi í morgun. Tíðin hjá Páli var 14 58 52. og tað rakk samanlagt til eitt 9. pláss og tíverri ikki til eitt finalupláss. Tíðin hjá Páli er væl undir kravtíðina, sum danir hava ásett til OL, men av tí at Pál Joensen akkurát ikki rakk finaluna, sum var kravið, er eingin vissa fyri, at hann sleppur til Olympisku leikirnar í Rio í 2016. Um tveir danir og ella føroyingar svimja skjótari enn Pál Joensen til Danish Open ella á EM í London í 2016, so sleppur Pál Joensen ikki við til Olympisku leikirnar. At heimsmeistarakappingin nú er av fyri hansara viðkomandi, merkir tó ikki, at hann einki hevur at síggja fram til. Pál Joensen hevur ein stóran dag fyri framman. Hvat tað er, fortelur hann sjálvur seinast í innslagnum. Borgarstjórar ætla at gera innrás í Løgtinginum. Ikki færri enn 11 borgarstjórar kring landið ætla sær í Løgtingið, skrivar in.fo. Enn er uppstillingarfreistin ikki farin, so tað er ikki óhugsandi, at onkur borgarstjóri aftrat stillar upp til løgtingsvalið, heldur Eirikur Lindenskov, politiskur viðmerkjari. Men hví er áhugin hjá borgarstjórum so stórur at stilla upp til løgtingsvalið Politiski viðmerkjarin var gestur í útvarpinum á middegi. Hon hevur longu verið drúgv, og er ikki liðug enn ferðin hjá norðuríranum, Norman Surplus, í pinkuflogfarinum, sum fór á flog fyri fimm árum síðani, í 2010. Norman Surplus hevur á ferðini runt heimin verið í 23 londum, og tá hann hevur nátt málinum, hevur hann tilsamans verið í 26 londum við pinkuflogfarinum hjá sær. Fríggjakvøldið lendi hann í Vága floghavn, eftir at hava flogið úr Íslandi til Føroyar. Ein túrur sum tók honum útivið fimm tímar í lítla, gula flogfarinum. Eg geri hetta fyri at varpa ljós á krabbamein, sum eg sjálvur fekk í 2003. Tá søgdu læknarnir, at eg bert hevði 40 prosent sannlíkindi at liva í hálvt annað ár, sigur Norman Surplus. Ein onnur orsøk, at hann flýgur heimin runt í flogfarinum, er eisini fyri at prógva, at tað væl ber til at flúgva heimin runt í einum so lítlum flogfari, ið ikki er nógv størri enn ein motorsúkkla. At flogfarið hjá Norman Surplus ikki er nógv størri enn ein motorsúkkla, merkir ikki, at flogfarið er ótrygt at flúgva í tvørturímóti, sigur hann. Flogfarið hjá mær klárar seg betur enn vanlig flogfør, tá floglíkindini eru vánalig. Flogfarið eisini tryggari enn vanlig flogfør, tá nógvur vindur er, sigur Norman Surplus. Pinkuflogfarið kann flúgva meira enn 900 kilometrar í einum, og flýgur vanliga í eini hædd, sum er millum 300 og 3.000 metrar alt eftir, hvussu høg fjøllini eru. Allastaðni, hann er komin á ferðini, tykjast fólk taka synd í honum, og halda, at hann hevur tørv á hjálp, tá fólk síggja pinkuflogfarið, hann brúkar á ferðini runt heimin. Hasin hevur uttan iva brúk fyri hjálp, siga fólk vanliga, tá eg komi til nýggj lond. Fólk eru tí eisini sera hjálpsom og fitt, sigur, Norman Surplus, nú hann steðgar nakrar dagar í Føroyum. Viðrar, fer Norman Surplus úr Føroyum aftur einaferð í næstu viku í royndini at seta met sum tann fyrsti, ið hevur flogið heimin runt í einum pinkuflogfari. Dómarnir, sum Sea Shepherd fólkini og Sea Shepherd felagsskapurin fingu í Føroya rætti í gjár í sambandi við grindadrápini í Bø og í Havn fyri ólavsøku, skulu roynast í landsrættinum. Jógvan Páll Lassen, verji hjá Sea Shepherd, kærdi dómarnar til Landsrættin, og ákæruvaldið avgjørdi síðani eisini at mótkæra, sum tað eitur. Av tí at hetta er fyrsti dómur, sum er sagdur eftir nýggju grindalógini, hevur tað týdning eisini at fáa Landsrættin at taka støðu, sigur Jógvan Páll Lassen, verji hjá Sea Shepherd. Tveir mans komu til ilnar á Summarfestivalinum í morgum. Teir fóru til hendurs á økinum, har wc ini standa við stadionplássið, og tað endaði við, at annar var sligin niður. Maðurin mátti á skaðastovuna eftir tilburðin, men enn er ikki greitt, um hann hevði brotið nakað, upplýsir vakthavandi á politistøðini Náttina til fríggjadagin fór ein annar maður á skaðastovuna. Hann hevði brotið nøsina, og illgruni var eisini um, at hann hevði brotið kjálkabeinið eftir ein bardaga á festival økinum. Aðrir smáir samanbrestir hava verið millum fólk, sum hava verið ósamd um eitthvørt, men hetta er ikki óvanligt, tá nógv fólk eru savnaði, sigur vakthavandi á politistøðini, sum heldur, at festivalurin sum heild hevur verið rímiliga friðarligur. Tveir mans komu til ilnar á Summarfestivalinum í morgum. Teir fóru til hendurs á økinum, har wc ini standa við stadionplássið, og tað endaði við, at annar var sligin niður. Maðurin mátti á skaðastovuna eftir tilburðin, men enn er ikki greitt, um hann hevði brotið nakað, upplýsir vakthavandi á politistøðini Náttina til fríggjadagin fór ein annar maður á skaðastovuna. Hann hevði brotið nøsina, og illgruni var eisini um, at hann hevði brotið kjálkabeinið eftir ein bardaga á festival økinum. Aðrir smáir samanbrestir hava verið millum fólk, sum hava verið ósamd um eitthvørt, men hetta er ikki óvanligt, tá nógv fólk eru savnaði, sigur vakthavandi á politistøðini, sum heldur, at festivalurin sum heild hevur verið rímiliga friðarligur. HB boðaði í gjár frá, at høvuðsvenjarin hevur valt at leggja frá sær. 2 0 tapið móti KÍ í Djúpumýru í Klaksvík fríggjakvøldið gjørdist sosatt seinasti dysturin hjá Heðini Askham sum venjari fyri HB. Heðin Askham tók við sum venjari í HB áðrenn kappingarárið í fjør byrjaði. Fyrsta árið førdi hann HB, sum árið fyri vóru føroyameistarar, til eitt annaðpláss í landskappingini. HB hevur 32 stig fyri 20 dystir. Tvey stig fleiri enn KÍ, sum eftir heimasigurin móti júst HB fríggjakvøldið er komið upp á 30 stig. B36 er oddalið við 42 stigum fyri 19 dystir, NSÍ hevur 40 stig fyri 19 dystir og á triðjaplássi er Víkingur við 37 stigum fyri 19 dystir. Sambært altjóða tíðindastovunum hevur tropiska ódnarveðrið, sum gjørdi um seg á Taiwan í gjár rakt landsynningspartin av Kina. Vindurin varð minkaður nakað, men var framvegis okkurt um 40 metrar um sekundið, tá ódnarveðrið rakti Kina og elvdi til stóran skaða og vatnflóð, boða tíðindastovurnar frá. Í Fujian landspartinum, sum liggur millum Hong Kong og Shanghai, vóru fleiri enn 370.000 fólk flutt burtur, áðrenn tropiska ódnarveðrið rakti. Eisini er øll flogferðsla har á leiðini avlýst. Átta fólk hava latið lív í ódnarveðrinum, síðani ódnarveðrið rakti landsynningspartin av Kina. Á Taiwan lótu seks fólk lív í ódnarveðrinum. Á fyrsta sinni fer Útnorðurráðið at lata eina heiðursløn, sum verður avdúkað, tá ráðið feiðrar 30 ára langa politiska samstarvið millum Ísland, Grønland og Føroyar Útnorðurráðið hevur sín árliga fund í Føroyum í ár, og hesaferð verður fundurin eyðkendur av, at tað í ár eru liðin 30 ár, síðani útnorðursamstarvið varð stovnað. Tvey stór tiltøk verða í sambandi við hátíðarhaldið, har millum annað Íslenski forsetin, Olafur Ragnar Grímson, og grønlendski Landsstýrisformaðurin Kim Kielsen luttaka saman við Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni. Harftrat luttaka fyrrverandi og núverandi umboð úr Norðurlandaráðnum og umboð úr formandsskapinum í Noðurlandaráðnum umframt tingfólk úr útnorði og norska stórtinginum. Í morgin, mánadagin 10. august, verður fyrra tiltakið í Løkshøll við fleiri mentunarligum framførslum, eitt nú æstetiskum fimleiki, tónleiki við grønlendska tónleikabólkinum Varna, íslendska bólkinum Eythor Ingi og føroyska, Enekk og undirhaldi við Jákupi Veyhe, sum fer at hugleiða um útnorðursamstarvið. Eisini verður fyri fyrstu ferð handað ein heiðursløn frá Útnorðurráðnum. Týsdagin 11. august verður fundur í Norðurlandahúsinum, har millum annað íslendski forsetin, Ólavur Ragnar Grímson, og grønlendski landstýrsformaðurin, Kim Kielsen, halda røðu. Aftaná fundin ferð Útnorðurráðið á sín 31. fund, har Lars Emil Johansen tekur yvir formansskapin frá Bill Justinussen. Heðin Askham boðaði í gjár frá, at hann leggur frá sær snøgt sagt tí at hann ikki fær tað burturúr liðnum, sum hann átti at havt fingið Heðin Askham tók við sum venjari í HB áðrenn kappingarárið í fjør byrjaði. Fyrsta árið førdi hann HB, sum árið fyri vóru føroyameistarar, til eitt annaðpláss í landskappingini. Men í ár hevur ikki gingið so væl. HB er á einum fjórðapláss. Liðið hevur 32 stig fyri 20 dystir. Tvey stig fleiri enn KÍ, sum eftir heimasigurin móti júst HB fríggjakvøldið er komið upp á 30 stig. Undan 2 0 tapinum móti KÍ fríggjakvøldið spældi HB tveir javnleikir á heimavøllinum í Gundadali, fyrst 0 0 móti FC Suðuroy og síðani 2 2 móti TB. Og áðrenn tað fekk HB ein lúsing á útivølli í Sarpugerði, tá liðið tapti 3 0 móti Víkingi Nú fyrrverandi HB venjarin vónar, at sonevnda venjara effektin kann venda gongdini, so HB megnar at halda fast í tað fjórðaplássið, sum gevur rætt til at spæla evropeiskan fótbólt næsta ár Heðin Askham ætlar sær nú fyribils at halda frí frá fótbóltinum restina av kappingarárinum hann verður ikki at síggja í øðrum felag, sum spælir við tankan um at skifta venjaran út Milan Cimburovic, sum síðani 2012 hevur verið høvuðs ungdóms venjari hjá HB, skal fyribils vera høvuðsvenjari hjá besta liðnum hjá HB, tað ið er eftir av verandi kappingarári. Finnbogi Arge, formaður í HB, sigur seg vera sera væl nøgdan við tað ungdómsarbeiði, ið Milan Cimburovic hevur gjørt í HB síðstu árini. Nú verður hansara uppgáva at føra tað ungdómsarbeiði víðari á besta liðnum, sigur Finnbogi Arge, sum samstundis leggur dent á, at nýggi høvuðsvenjarin ikki fer at sleppa ungdómsarbeiðnum í felagnum, hóast nýggjur høvuðs ungdómsvenjari skal finnast. Tað er eingin loyna, at eg vildi fegin hava Heðin Askham til felagið, og hann fekk eisini eitt gott úrslit í fjør. Men í ár hevur ikki gingist eftir vild, sigur Finnbogi Arge og vísir á at felagið hevur mist leikarar, umframt at hópurin hevur verið nógv plágaður av skaðum. Næstu vikurnar fær uppsjóvarvirkið Pelagos brúk fyri okkurt um 50 fólkum afturat teimum 30, sum longu nú eru á listanum hjá virkinum. Tey fyrstu 20 30 kunnu koma til arbeiðis longu nú seinnapartin ella í morgin áðrenn, sigur Fríðin Ziskason, virkisleiðari á Pelagos í Fuglafirði, sum hevur ein akuttan tørv á arbeiðsfólki, nú skip eru áveg inn at landa Tað var ein røtt avgerð longu tíðliga í gjár at taka avgerð um at flyta allar konsertirnar undir tak. T að sigur Steintór Rasmussen, fyriskipari av Summarfestivalinum, sum aftur í ár varð hart raktur av ringum veðri Hóast teir báðir uttandura pallarnir á Vágsbøi og á torginum vóru pakkaðir saman tíðliga í gjár, so fingu fólk samanumtikið øll tey tónleikatilboð, sum upprunaliga varð lovað teimum, sigur Steintór Rasmussen Eyðun Klakstein, venjari hjá B36 er errin av hópinum, sum vann ein tryggan 3 0 sigur á NSÍ í dag. Vit fegnast um at leikarar eru komnir aftur frá skaða og kunnu hjálpa okkum nú. Serliga kom Alex Mellemgaard sera væl frá uppgávuni í dag, sum bleiv innskiftur eftir at Philip Lund fór skaddur av vøllinum. Vit hava kanska ikki rópt so hart um tað, men vit hava verið sera darvaðir av skaðum og karentenum, og tí hava vit brúk fyri at allur hópurin verður brúktur og ger tað gott. Soleiðis sigur fegni venjarin hjá B36, Eyðun Klakstein, sum framvegis er oddalið. B36 NSÍ 3 0 44 min 1 0 Odmar Færø 76 min 2 0 Alex Mellemgaard 82 min 3 0 Hans Pauli Samuelsen FC. Suðuroy TB 2 2 30 min 1 0, Jón K. Poulsen 40 min 2 0 Palle Augustinussen 23 min 2 1 Rógvi Joensen 90 min 2 2 Albert Adu brotsspaark ÍF EB ST 4 1 28 min 1 0, Ari Ellingsgaard 37 min 2 0 Nenad Saric 40 min 2 1 Andrass Olsen 85 min 3 1 Andy Olsen 90 min 4 1 Jan Ellingsgaard Í november í fjør varð ein aliringur lagdur á Sandsvág, 0,3 fjórðingar eystur úr grótkastinum við havnina. Næsta vetur er ætlanin at royna við tveimum ringum. Eingin laksur er í ringunum, men lukkast royndirnar, er ætlanin at seta laks í sjey ella átta ringar á Sandsvág næsta vár, sigur Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í Marine Harvest Faroes. Av tí at minst 30 metra dýpi skal vera undir ringunum, liggja ringarnir uttarlaga á vágni, og har er harðført og nógv alda í vestanættunum. Feløgini hava tikið aftur ávaringarnar um at sigla við skipum hjá reiðarínum, tí tey meta seg hava fingið fult innlit í lønarviðurskiftini hjá manningunum. Talan er um reiðaríini Baglhólm, Ocean Group Faroes, South Pelagic og Sancy Trawl, sum gera út skipini Asbjørn Senior, Tórun K, Pumin K og Beinisvørð. Ósemja er við reiðaríið, um tað kann draga keypsprísin fyri kvotur frá hýruni hjá manningini, sigur Annfinnur Garðalíð, formaður í Skipara og navigatørfelagnum. Formaðurin í Skipara og navigatørfelagnum hevði ein fund við Aleks N. Vilhelm fríggjadagin um viðurskiftini. Eftir tann fundin væntar Annfinnur Garðalíð, at ein loysn verður funnin fyrsta dagin. Grønlendingar eiga at spara minni og brúka meira. Tað sigur stjórin í Grønlandsbankanum, Martin Kvistgaard, eftir at grønlendska hagstovan hevur kunngjørt konjukturhagtølini fyri annan ársfjórðing. Peningastovnarnir halda, at bæði fyritøkur og einstaklingar spara nógv saman. Annaðhvørt gjalda tey avdrátt av lánum, ella seta tey meira inn, sambært stjóranum í Grønlandsbankanum. Tað hevur við sær, at menningin í samfelagnum steðgar, sigur Martin Kvistgaard, stjóri í Grønlandsbankanum, við grønlendska kringvarpið, KNR . Sambært tølunum hjá grønlendsku hagstovuni er ov tíðliga at siga, um búskaparliga støðan í Grønlandi fer at batna í ár. Men grønlendski landskassin hevur fingið nógv meira í tolli á innfluttum motorakførum í ár. Vøksturin er sløk 73 prosent samanborið við somu tíð í fjør. Og bilinnflutningurin merkist eisini í Grønlandsbankanum, tí meira verður lænt, sigur Martin Kvistgaard. Tað merkir, at fyrsti og annar dagur skulu skrásetast við 14 tímum hvør, og hinir dagarnir við tíggju tímum hvør, tá lærarar fara á seturskúla við børnum. Men sambært Lærarafelagnum boðaði Mentamálaráðið í vár skúlaleiðslunum frá, at skerjingar eru gjørdar í játtanini til tímar til seturskúla. Lærarafelagið sigur, at skerjingin ger, at í summum skúlum fara drúgvar siðvenjur um seturskúla fyri skeytið. Felagið gjørdi longu í juni vart, at fráboðanin, sum kom fríggjadagin, var á veg. Fríggjadagin boðaði Lærarafelagið so frá, at tað noktar limum felagsins at fara í seturskúla, fáa lærarar ikki 14 tímar fyri tveir teir fyrstu dagarnar og tíggju tímar fyri hinar dagarnar í seturskúlanum. Lærarafelagið sigur, at ágangurin úr Mentamálaráðnum á arbeiðstíðina hjá lærarum er stórur. Felagið tekur tí neyðug stig at verja vunnin rættindi. Innslagið Ymiskar meiningar um Zarepta elvdi til nógv kjak á sosialu miðlunum. Rigmor Arge og Theodor Eli Dam Olsen taka útgangsstøði í innslagnum um Zarepta, har tey hugleiða um, hvar markið gongur, tá talan er um børn og átrúnað Sethús í Føroyum standa á stórum grundstykkjum, og nógvir stórir bygningar eru tætt við sjógvin. Tí liggur serstakliga væl fyri at brúka jarðhita ella sjóhita í Føroyum. Hitapumpur eru eisini væl egnaðar í Føroyum, tí hitalagið er nøkunlunda støðugt. Tað er niðurstøðan hjá Jarðfeingi , sum skrivar um hitapumpur og jarðhita og sjóhita á heimasíðuni. Jarðfeingi hevur seinastu seks árini mátað orkurenslið í bygningum við ymiskum uppsetingum av hitapumpum. Tó eru luft til luft hitapumpur ikki við í kanningini. Niðurstøðan er, at skipanir, sum taka hita úr jørðini ella úr sjónum, hava hægri nyttustig enn luft til vatn hitaskipan. Og gólvhiti hevur hægri nyttustig enn skipanir við radiatorum. Hjá luft til vatn hitaskipanum er afturgjaldstíðin styttri enn tíggju ár, hóast nyttustigið er lágt, tí tær kosta ikki so nógv. Jarðhiti og sjóhiti brúka millum 10 og 15 ár at vinna íløguna aftur, skrivar Jarðfeingi. Fleiri túsund fólk mintust í gjár, at 70 ár eru liðin, síðani eitt amerikanskt flogfar tveitti eina kjarnorkubumbu yvir japanska býin Nagasaki, 9. august í 1945. Klokkurnar ringdu á minningarhaldinum, og borgarstjórin í Nagasaki, Tomihisa Tagami, minti í røðu síni stjórnina á lyftini, sum vórðu givin fyri 70 árum síðani. Vandi er fyri, at grundreglan um frið, sum er skrivað í grundlógina, verður útholað, segði Tomihisa Tagami í røðuni til stjórnina. Shinzo Abe, forsætisráðharri, hevur, síðani hann tók við, roynt at broytt grundlógina, sum forðar Japan at fara í kríggj, men í gjár segði hann, at øll eiga at arbeiða fyri, at eingin atombumba verður í heiminum. Vit skulu samtarva við lond, sum hava kjarnorkuvápn, og tey, sum ikki hava slík vápn, so vit fáa ein heim, ið ikki hevur kjarnorkuvápn yvirhøvur, segði Shinzo Abe. Greinin heldur fram niðanfyri. Sameindu londini hjá Japan hava funnist at japansku grundlógini, tí hon forðar eisini fyri, at Japan er partur av friðarvarðveitandi tiltøkum ymsa staðni í heiminum. Japan nýtir í løtuni 265 milliardir krónur í okkara peningi til verjuendamál. Hetta er triðja árið, at verjuútreiðslurnar hækka, og tær hava ongantíð verið so stórar sum nú. Meirilutin av fólkinum er ímóti, at skal Japan skal dubba seg við hermegi. Tríggjar dagar áðrenn kjarnorkubumban varð slept í Nagasaki, varð Hiroshima lagdur í oyði, tá ein bumba rakti býin. Pál megnaði ikki at vinna seg í finaluna, men tá Sun Yang úr Kina gav avboð og ikki møtti til finaluna, átti plássið at verið latið Páli Joensen, sum var næstur á listanum. Men Pál Joensen varð ongantíð boðsendur, og tað átti at verið gjørt sambært reglunum, sigur Rókur í Jákupsstovu, formaður í Svimjisambandinum, við heimasíðuna, svimjing.com Svimjisamband Føroya mótmælti á staðnum, men tað broytti einki. Tí er eitt eftirspæl væntandi, og Svimjisamband Føroya fer at mótmæla og kæra avgerðina hjá fyriskiparunum, skrivar svimjing.com Lærarar grava sína egnu grøv, um teir vilja vera lagaligir og fara uttan um avtaluna um tímatalið fyri seturskúlar fyri at hjálpa børnum og foreldrum. Seturskúlaferðir hjá skúlabørnum eru komnar í vanda, nú Lærarafelagið noktar limunum at fara í seturskúla við næmingum uttan so, at tímar eru skrásettir í virksemisætlanini, ársverkinum hjá læraranum, sambært galdandi avtalu. Avtalan sigur, at fyrsti og annar dagur skulu skrásetast við 14 tímum hvør, og hinir dagarnir við tíggju tímum hvør, sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum. Í 2012 seldi kommunan Bergfrosti teir tríggjar frystitunlarnar fyri átta milliónir krónur. Tá varð eisini sett spurnartekin við prísin, men Innlendismálaráðið gav undantaksloyvi at selja. Grótið úr tunlunum verður sagt at vera grundgevingin fyri, at tað er ein góður handil hjá Fuglafjarðar kommunu at selja frystitunlar, sum kostaðu 27 milliónir krónur at gera, fyri 15 milliónir krónur. Eitt stórt løgregluátak fer í løtuni fram í vøruhúsinum hjá IKEA í V ster s, slakar 100 kilometrar í útnyrðing úr Stokkhólmi, skrivar DR . Ein kvinna og ein maður eru deyð av løstunum, tey fingu, sigur løgreglan í Svøríki, sambært BBC, eftir at fleiri fólk eru stungin í einum vøruhúsi hjá IKEA í V ster s. Greinin heldur fram niðanfyri. Eitt fólk er handtikið fyri drápini í vøruhúsinum hjá IKEA í V ster s, men løgreglan útihýsir ikki, at fleiri gerningsmenn kunnu vera, sigur svenska løgreglan sambært expressen.se Fólkini, ið vórðu stungin, vóru stødd í køks deildini í vøruhúsinum hjá IKEA, tá ein maður við knívi leyp á og stakk tey eftir døgverða í dag. Eitt flogfar hjá airBaltic fekk ikki loyvi at fara úr Gardemoen lufthavnini í Oslo leygarmorgunin. Orsøkin var, at annar flogskiparin og stýrimaðurin og tvær flogternur vóru ávirkað av rúsdrekka. Sambært norska blaðnum VG vístu mátingarnar, at promillan hjá flogskiparanum og stýrimanninum vóru ávikavist 0,4 og 1,2. Pormillan hjá aðrari flogternuni var 0,4 og hjá hinari 0,8. Fleiri av ferðafólkunum siga við VG, at flogskiparin, stýrimaðurin og tær báðar flogternurenar vóru á veg í flogfarið, tá løgreglan stóð fyri teimum. Tað er framvegis ógreitt, hvørja revsing starvsfólkini hjá Air Baltic fáa, men alt bendir á, at tey hava flogið við Air Baltic fyri seinastu ferð. Trý skip hjá týska reiðarínum Aida hava avlýst ætlaðu ferðina til Føroya. Hetta er ein stórur missur fyri okkum, sigur Magni Mouritsen, stjóri í MB Tours. Hann mælir løgtinginum til at taka fráboðanarskylduna úr grindalógini. Hann hevur verið á ferð í fimm ár, og tá hann lendir í Írlandi um nakrar dagar, hevur hann sum tann fyrsti flogið kring knøttin í einum gyrocoptara. Hann fór undir túrin fyri at varpa ljós á krabbamein, sum hann fekk í 2003. Tá søgdu læknarnir, at sannlíkindini vóru bara 40 prosent fyri, at hann fór at liva í hálvt annað ár afturat. Ætlanin hevur verið at spreiða vónina til tey, sum hava krabbamein og vánalig útlit. Tey skulu ikki missa vónina, men halda á at stríðast. Um 10 ár flúgva tey kanska kring knøttin, sigur hann. Vandi var á ferð Lítla flogfarið flýgur vanliga 130 kilometrar um tíman í 300 metra hædd og kann flúgva umleið 900 kilometrar í einum. Gyrocoptarin klárar seg sera væl, tá floglíkindini eru vánalig, men Norman Surplus hevur kortini verið í vanda. Í oyðimørkini í Saudi Arabia gekk toran uppi yvir flogvøllinum, og tá lendi hann á einum vegi í oyðimørkini og gisti á einari bensinstøð ístaðin. Norman Surplus ætlar sær úr Føroyum í morgin. Føroya rættur avgjørdi at brúka revsilógina og ikki grindalógina, tá hann avgjørdi, at gummibáturin skal konfiskerast, dragast inn. Sambært grindalógini er slík konfiskasjón at rokna sum ognartøka. Tá hevur tann, sum eigur lutin, grundlógartryggjað rættindi og eigur at fáa fult endurgjald fyri tað inndrigna. Gummibáturin er við motori og aðrari útgerð mettur at vera verdur 20.000 krónur Dómarnir hjá Føroya rætti fríggjadagin eru skotnir inn fyri Eystara landsrætt. Størru bótina fekk ein kvinna, tí hon er leiðari hjá Sea Shepherd fólkunum, sum eru á landi í Føroyum í summar. Hennara lutur í kriminalitetinum var leiðandi, sigur Føroya rættur. Tey bæði fólkini í gummibátinum fingu 30.000 krónur hvørt í bót. Linasta dómin, 5.000 krónur, fekk maðurin, sum var á sandinum, tá grindin varð hildin til í Sandágerði, eisini tann 23.juli. Og Sea Shepherd felagsskapurin fekk 75.000 krónur í bót. Sea Shepherd hevur boðað frá, at bøturnar verða ikki rindaðar. Verða tær ikki tað, skulu tey fýra fólkini, sum vóru í Bø, inn at sita í 14 dagar, og maðurin í Sandágerði í átta dagar. Føroya rættur brúkti tað, sum Vinnunevndin hjá løgtinginum segði um revsingina fyri at bróta grindalógina. Nevndin segði, at bótin eigur at vera minst 25.000 krónur, sum er nógv meira enn Fiskimálaráðið skeyt upp. Hallið á fíggjarlógini í ár verður mett til 0,25 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni, men næstu árini skal avlop vera á fíggjarlógini, og í 2018 skal tað vera hálvt fjórða prosent, sigur ein grikskur embætismaður, sambært Reuters. Grikkaland hevur vónir um, at ein avtala fæst í lag longu í dag, so grikska tingið fær stundir at viðgera avtaluna. Tí 20. august er freistin at gjalda avdrátt av einum láni, sum evropeiski miðbankin fyrr hevur latið. Sambært avtaluni kann Grikkaland fáa 86 milliardir evrur aftrat í láni, tað eru 645 milliardir krónur í okkara peningi. Tað skal tryggja, at landið ikki fer á húsagang. Ein talsmaður fyri týska fíggjarmálaráðið sigur, at lánsgjaldið eigur at verða lagað eftir, hvussu nógvar nýskipanir Grikkaland hevur sett í verk. Fólk kunnu lættliga ávirkast av teimum, ið duga væl at tosa ístaðin fyri at hugsa um, hvat viðkomandi stendur fyri, tá fólk fara á val uttan at vita nakað um politkk, sigur Búgvi Poulsen, samfelagsfrøðingur. Eisini spurdu vit tilvildarlig 18 ára gomul á gøtuni ymsar samfelagsligar spurningar, har bert ein teirra svaraði rætt. Harafturat greiðir Ruth Poulsen frá, hvussu ørkymlandi tað er at skula á val, tá hon ikki veit serliga nógv um politikk og samfelagsviðurskiftir. TF Holding keypti 70 prosent av bankanum fyri 450 milliónir krónur í 2011. Afturat tí fekk Fíggjarligt støðufesti 122 milliónir í serligum vinningsbýti í 2013. Nú ætlar Fíggjarligt støðufesti at selja tey 30 prosentini, og TF Holding hevur forkeypsrætt. Men ES reglur áleggja Fíggjarligum støðufesti at bjóða tey 30 prosentini út í einari, sum sagt verður, opnari og gjøgnumskygdari sølutilgongd saman við egnaðum íleggjarum. Sagt varð í 2011, at keypir TF Holding tey 30 prosentini í 2015, kosta tey 293 milliónir krónur Verða tey 30 prosentini, sum eftir eru, seld nú fyri millum 250 og 300 milliónir krónur, situr Fíggjarligt støðufesti eftir við 3,5 milliardum krónum fyri at bjarga Eik í 2010. Tveir triðingar stava frá Eik í Danmark. Tey, sum hava hug at keypa tey 30 prosentini av Eik Banka, sum Fíggjarligt støðufesti framvegis eigur, hava freist til 24. august at boða frá, sigur Fíggjarligt støðufesti, sum nú hevur avgjørt at selja tey 30 prosentini í Eik Banka. Tóra og Oluf eru bæði klassiskt útbúgvin og sungu og spældu í sendingini í morgun. Høvið var, at tey hava eina konsert í Vesturkirkjuni í Havn í kvøld klokkan 19.30, har tey fara at framføra kend klassisk verk og nútímans føroyskan fólkatónleik. Tey góvu lurtanum ein brellbita av hesum. Gunvá Zachariasen, sum stendur fyri Operatión Valentine, ið leikurin eitur, og leikstjórin Egill H. A. Pálsson, eftirlýsa somuleiðis frásagnum, lutum, myndum og øðrum frá krígstíðini, tá Føroyar hersettar av bretum árini 1940 1945. Eydna Skaale, blaðstjóri á Kvinnu, og Ann Thomsen frá Bragdinum eru á einum máli um, at tað er alt ov sjáldan, at kvinnur gera nakað saman. Tí er Kvinnurenningin eitt kærkomið høvið hjá øllum kvinnum í landinum at møtast, renna ella ganga og hava tað stuttligt. 1552 flóttafólk vórðu tikin upp úr bátum í Miðjarðarhavinum í gjár. Tey flýddu úr Libya til Evropa, upplýsir italska sjóverjan, sambært týsku tíðindastovuna, DPA. Greinin heldur fram niðanfyri. Tað, sum er farið av hesum árinum, eru 2.000 flóttafólk druknað í Miðjarðarhavinum. Síðani í januar eru umleið 188.000 fólk bjargað á havinum í royndini at sleppa til Evropa. Tingskipanin sigur, at nevndir, sum verða settar sambært grein 19 í stýrisskipanarlógini, sita, til tær hava avgreitt setning sín, tó ikki longur enn til, at løgtingsval hevur verið. Nevndin er liðug, og kanningin verður nú rættlisin á Løgtingsskrivstovuni. Ætlanin er at fáa hana til prentingar í annaðkvøld. Miðað verður eftir at almannakunngera kanningina týsdagin í næstu viku. Kanningin verður givin út í bók. Sjálv kanningin er okkurt um hálvtannað hundrað síður, og so eru samandráttur og skjøl afturat, okkurt um hundrað síður. Nevndin hevur tosað við 13 fólk í sambandi við kanningina. Eftir løgtingsvalið er ætlanin at leggja uppskot til samtyktar fyri løgtingið, so løgtingið fær viðgjørt kanningina. Sambært lógini um grein 19 nevndina skal nevndin kanna viðurskifti í sambandi við virksemið hjá Eik grunninum frá 2002 til 2010, tá Eik kollsigldi, og eftirlitið við grunninum frá 2002 til mai í fjør. Arbeiðssetningurin hjá nevndini fevnir tó ikki um revsirættarlig viðurskifti hjá einstaklingum. Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, bað fyrst í mai í fjør løgtingið seta eina grein 19 nevndina at kanna Eik grunnin. Tað samtykti løgtingið einmælt at gera. Útnorðurráðið eigur at samtykkja eina áheitan á íslendsku myndugleikarnar um at broyta lógina, sum fyrr í summar hevði við sær, at Næraberg hvørki slapp í íslendska havn eftir grønlendskari manning, ella at taka menninar umborð uttan fyri 12 fjórðinga íslendska fiskimarkið. Tað sigur Henrik Old, limur í Útnorðurráðnum, sum hesa ferð hevur fund í Føroyum. Eydnast tað ikki at ávirka íslendingar, eiga føroyingar at seta tiltøk í verk, sigur hann. Henrik Old heldur tað hava týdning at varpa ljós á m lið nú, tí umframt íslendsku altingsfólkini í ráðnum, er íslendski forsætisráðharrin er eisini í Føroyum í hesum døgum, nú Útnorðurráðið fyllir 30 ár. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sendi 23 íslendska starvsbróðuri sínum, Sigurði Inga Jóhannssyni, bræv, har hann biður ráðharran viðgera alt málið um Næraberg av nýggjum. Jacob Vestergaard sigur, at íslendingar hava brotið Hoyvíkssáttmálan. Men landsstýrismaðurin hevur einki svar fingið úr Íslandi. Ísland er ikki við í avtaluni millum strandarlondini um makrel, og íslendska lógin fatar eisini um makrel. Lógin sigur eisini, at skip, sum lógin umfatar, skulu ongar tænastur fáa í Íslandi, heldur ikki inn fyri 200 fjórðinga fiskimarkið. Henda lógin varð eisini brúkt móti Nærabergi í fjør. Ein av stóru týsku ferðaskrivstovunum, sum skipar fyri marglætisferðum við stórum ferðaskipum, eitt nú til føroyar, AIDA Cruises, hevur nú avlýst sínar ferðir til Føroyar, seinast í august og fyrst í septembermánað. Eftir ferðaætlanini, skuldu skipini hjá AIDA CRUISE leggja at í Klaksvík, men nú er Klaksvík tikið úr ferðaætlanini og siglt verður uppá Hetland ístaðin. Tað var í 1935, at Ellisheimið varð bygt, tí tørvur var á einum ellisheimi. Fyrsti bygningurin tók 15 fólk. Miðskeiðis í 1970 inum var so bygt uppí nýggi bygningurin sum hann framveigs kallast, og nú búgva 25 fólk á ellisheiminum. Tann spurningin fingu tey 33 tingfólkini, tá útvarpssendingin, Summarmorgun, ringdi til allar løgtingslimirnar týsdagin. Í spurnarumfarinum siga ikki færri enn 28 løgtingslimir, at tey vilja broyta grindalógina. Bara tveir løgtinglimir siga seg ikki vilja broyta grindalógina, meðan tríggir tinglimir høvdu atkvøtt blankt, um grindalógin kom aftur til atkvøðugreiðslu. Nógv fokus hevur í summar verið á fráboðanarskylduna og revsingina fyri ikki at boða frá grind, sum er ásett í nýggju grindalógini. Ferðavinnan hevur verið harðliga ímóti hesi fráboðanarskyldu, sum sambært vinnuni kann styggja útlendsk ferðafólk burtur og harvið skaða ferðavinnuna. Nú er løgtingið farið heim. Fleiri tingfundir vera ikki fyrr enn eitt nýtt løgting kemur saman aftur eftir løgtingsvalið 1. september. Politiið í Føroyum hevur sent Útlendingastýrinum málini til støðutakan, hóast dómarnir hjá Føroya rætti eru skotnir inn fyri Eystara landsrætt. Tey bæði Sea Shepherd fólkini, sum vórðu tikin í Kalsoyarfirði tann 20. juli, tá grindaboð vóru har, vita ikki enn, um tey verða ákærd. Politiið er ikki liðugt at kanna tað málið, og støða er tí ikki tikin til, um tey bæði fólkini verða ákærd fyri at bróta grindalógina og politiviðtøkuna. Tey eru fyribils skuldsett fyri at royna at órógva grindaraksturin. Kvinnan, sum er skuldsett, er tó longu avhoyrd í Føroya rætti, tí hon skuldi av landinum á ólavsøku. Talskvinnan fyri ES kommissjónini, Annika Breidhardt, váttar fyri fleiri fjølmiðlum í dag, at ES og Grikkaland eru komin ásamt um eina nýggja lánsavtalu. Men ES vil einki siga um innihaldið í sjálvari avtaluni og hevur lagt lok á málið. Tí færst einki at vita um, hvørjar treytirnar eru í avtaluni. Fyrr í summar samdust ES og Grikkaland um eina avtalu um, at griska tjóðartingið skuldi samtykkja eina røð av nýskipanum, sum ES tingið so skuldi góðkenna. Avtalan skuldi vera grundarlagið undir nýggjum samráðingum, sum nú hava verið. Hóast partarnir eftir øllum at døma eru komnir til eitt úrslit, vil ES ikki enn einki siga um nýggju avtaluna, sum skal tryggjað Grikkalandi fleiri lán, so landið kann hóra undan fíggjarliga. Skipið hevur grabbara at taka grótið upp við, men fyrst verða steinarnir sprongdir niðri á botninum. Merete Chris flytur grótið út á størri dýpi og sleppur tí har. Byggifelagið Articon ger arbeiðið. Jón Sigurðsson, stjóri, sigur, at talan er um 600 rúmmetrar av gróti, sum skulu takast upp og flytast. Dýpi skal vera sjey metrar, tá arbeiðið er liðugt. Ikki ber til at siga, nær arbeiðið verður liðugt. Tað veldst um veðrið, sigur Jón Sigurðsson. Ongantíð fyrr hava so nógvir borgarstjórar bjóðað seg fram. Tað er eitt óheppið rák, tí vandi er fyri, at áhugamálini verða vavd saman, tá ið borgarstjórar sita í løgtinginum, heldur Annika Olsen, landsstýriskvinna við almannamálum, sum mælir til, at borgarstjórar kunnu ikki sita í løgtinginum. Heðin Zachariassen tekur ikki undir við landsstýriskvinnuni. Tað er umráðandi, at øll økini í landinum eru umboðað í løgtinginum, sigur hann. Borgarstjórarnir, sum stilla upp, eru Heðin Mortensen, Jógvan Skorheim, Kristin Michelsen, Brandur Sandoy, Jógvan í Skorini, Trúgvi Gudmundson, Rósa Samuelsen, Pauli T. Petersen, Artur Johansen, Jóhan Christiansen, Magnus Rasmussen, Hans Jakke Kallsberg, Sonni í Horni og Gerhard Lognberg. Tað hoyrist kanska ikki so nógv um úrslitini hjá Útnorðurráðnum, men tað kemur nógv burturúr, siga tey í Útnorðurráðnum, sum nú verður 30 ár. Útnorðurráðið er mannað við 18 tingfólkum úr Íslandi, Grønlandi og Føroyum. Endamálið er at samstarva um áhugamálini, sum londini í útnorði hava. Tað er millum annað tilfeingi og mentan, og samstarv millum landstýrini. Blekkið var ikki meira enn tornað, tá løgtingsfólk fóru út og niðurgjørdu lógina, tey sjálvi høvdu samtykt. Fráboðanarskyldan er neyðug, og sjálvandi skulu vit boða frá, tá tað er møguleiki fyri at fáa grind, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður. Hetta snýr seg ikki, um tú er fyri ella ímóti grindadrápi, hetta snýr seg um eina ávísa orðing í grindalógini, sum er óheppin, sigur Kristina Háfoss, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi. Kommunufelagið skrivar á sínari heimasíðu , at í nývalda fólkatinginum eru 37 kommunustýrislimir. Sagt verður tó ikki, hvussu nógvir borgarstjórar eru í fólkatinginum. Kommunufelagið endurgevur Roger Buch, val og kommunalgranskara og granskingarstjóra á Danmarks Medie og Journalisthøjskole, úr Nyhedsmagasinet danske kommuner. Roger Buch heldur uppá, at tað kann vera ein fyrimunur fyri ein politiskan flokk, at nógvir kommunalpolitikarar eisini eru í fólkatinginum. Tey nývaldu, sum eisini eru kommunalpolitikarar, hava longu nakrar politiskar royndir, sum gera, at tey longu frá fyrsta degi í fólkatinginum kunnu taka við ábyrgd. Hetta er serliga fyrimunur hjá flokkum í donsku stjórnini, tí tey nývaldu kunnu taka á seg dagliga arbeiðið í fólkatingsbólkinum og í nevndunum. Tað er eisini ein fyrimunur hjá kommununum at hava fólk í fólkatinginum, tí so fáa kommunurnar at vita í góðari tíð, hvørjar lógir, sum ávirka tær, eru á veg. Tað kann eisini vera ein vansi, at flokkarnir ikki fáa fleiri roynd fólk við í politiska arbeiðið, tí somu politikarar eru bæði í kommunustýrum og í fólkatinginum. Men samanumtikið sigur Roger Buch, at tað kann vera avbera gott fyri kommunurnar at hava nógvar kommunustýrislimir í fólkatinginum. Tí nógv dømi eru um, at fólkatingið hvørki veit ella fatar, hvussu kommunurnar í veruleikanum virka, skrivar Kommunufelagið á sínari heimasíðu. Annika Olsen, landsstýriskvinna, ætlaði at leggja uppskot fyri løgtingið um at nokta fólki at vera borgarstjóri og tingfólk samstundis. Men tað varð av ongum, tí val er skrivað út. Nýggjur heilivágur móti sjúkuni systisk fibrose, Orkambi, er á veg til Evropa. Donsku heilsumynduleikarnir halda, at um umleið eitt ár verður møguleiki at fáa Orkambi í Danmark og tí eisini í Føroyum. Nú kjak aftur hevur tikið seg upp um serstaka dýran heilivágin, í hesum føri 2 milliónir krónur um árið fyri hvønn sjúkling, verður tað nú eisini neyðugt at tosa um viðgerðina og um, hvussu hon verður fíggjað. Nýggi heilivágurin Orkambi verður givin fólki, sum hava sjúkuna systiska fibrosu. Heilivágurin lekir ikki sjúkuna, men hjálpir sjúklinginum í gerandisdegnum. Heilivágurin hjálpir teimum, so at tey fáa betri andadrátt og tí orka meira. Sjúklingurin skal taka heilivágin alt lívið. Heilivágurin er góðkendur at nýta í USA frá juli mánaða í ár, og væntandi verður loyvi givið í Danmark og Føroyum í 2016. Í Føroyum eru 9 vaksin fólk, sum bera hesa sjúku og tí væntandi skulu hava heilivágin. Tað er Norska felagið Norconsult, sum hevur skrivað undir sáttmála um at gera forprojekt og kappingargrundarlag fyri Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin. Norconsult sigur í dag, at arbeiðið byrjar nú í august, og sáttmálin er verdur 42 milliónir norskar krónur, sum eru 34,5 milliónir krónur danskar. Arbeiðið hjá Norconsult skal vera liðugt í juni næsta ár fyri Eysturoyartunnilin og í juni 2017 fyri Sandoyartunnilin. Norconsult var eisini við, tá Vágatunnilin og Norðoyatunnilin vórðu gjørdir. Tak eina mynd við fartelefonini av einum móðurmerki og fortel appuni, hvar á kroppinum móðurmerkið er. Appin skinScan samanber síðani við myndir í einum dátugrunni. Eftir at hava samanborið myndina, tú hevur tikið við fartelefonini, fortelur appin tær um tú skalt seta teg í samband við ein lækna, ið skal hyggja nærri at móðurmerkinum. Tað er veruleikin við eini nýggjari appu, sum fyritøkan TeleSkin í Esbjerg hevur ment. TeleSkin mælir tó fólki til at vísa skynsemi, og ikki halda seg aftur at tosa við egnan lækna. Tað er fyritøkan, TeleSkin, sum upprunaliga kemur úr Serbia, ið hevur gjørt appina, ið kann kanna teg fyri móðurmerkjakrabba. Í dag heldur fyritøkan til í Esbjerg. Gongd kom á menningina av appini í fjør, tá fyritøkan, TeleSkin, fekk játtað 250.000 evrur úr einum íverksetaragrunni til at menna nýggju appina. Ger TF Holding tað, stendur hinum felagnum ella samtakinum, sum bjóðar, eisini í boði at hækka sítt tilboð. Tað kann tí enda við einari kappbjóðing júst sum á einari uppboðssølu. Henrik Bjerre Nielsen, stjóri í Fíggjarligum støðufesti, sigur við Útvarpið, at tey 30 prosentini av partabrøvunum í Eik verða seld tí, sum hevur hægsta boð. Hann sigur, at Fíggjarligt støðufesti veit longu nú, hvat TF Holding vil lata fyri partabrøvini. Men kemur eitt boð, sum er hægri enn tað, sleppur TF Holding at hækka sítt boð. Tey, sum hava hug at keypa tey 30 prosentini av Eik banka, sum Fíggjarligt støðufesti framvegis eigur, hava freist til 24. august at boða Fíggjarligum støðufesti frá, at tey kunnu hugsa sær at bjóða. Henrik Bjerre Nielsen væntar, at Fíggjarligt støðufesti hevur selt sín part í Eik banka fyri árslok. Fyri Fíggjarligt støðufesti ræður um at selja sum skjótast fyri besta prísin, sigur stjórin. Sagt varð í 2011, tá TF Holding keypti 70 prosent av Eik, at keypir TF Holding tey 30 prosentini í 2015, kosta tey 293 milliónir krónur Um hetta talið hevur Henrik Bjerre Nielsen, stjóri í Fíggjarligum støðufesti, onga viðmerking. Árstíðarjavnaðu lønarútgjaldingarnar vóru í juli 663 milliónir krónur, ið er ájavnt miðal mánaðarligu lønarútgjaldingarnar síðan februar í ár, upplýsir Hagstovan . Samlaðu árstíðarjavnaðu lønarútgjaldingarnar frá januar til og við juli 2015 vóru 4.543 milliónir krónur í mun til 4.267 milliónir krónur sama tíðarskeið í 2014. Rákið í útgoldnu lønunum í Føroyum vísir framvegis vøkstur, men vøksturin er minkandi, eins og hann hevur verið seinastu mánaðirnar, sigur Hagstovan. Ráðgevarafelagið vísir á politiska lyfti um at so nógv av arbeiðnum sum tilber skuldi gerast av føroyskum fyritøkum, nú eitt norskt felag hevur skrivað undir sáttmála um at gera forprojekt og kappingargrundarlag fyri Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin Eg kann veita vissu fyri, at føroyingar kundu lyft hesa uppgávuna. Tí er talan um eitt greitt lyftisbrot, sigur Selmar Nielsen, formaður í Ráðgevarafelagnum. Sektaruppskotið er 15.000 krónur Vága floghavn hevur ikki svarað enn, um tikið verður av sektaruppskotinum. Noktar felagið at rinda bótina, sendir fútin Føroya rætti málið. Brunaeftirlitið gav Vága Floghavn forboð fyri at brúka nýggju bunkringarstøðini hjá flogførunum eftir útbyggingina á flogvøllinum, tí Brunaeftirlitið hevði ikki góðkent tey. Men tá Brunaeftirlitið helt seg við vissu vita, at flogførini kortini bunkraðu har og tí brutu forboðið, meldaði politiið P f Vága Floghavn. Vága Floghavn hevur eftir tað boðað Brunaeftirlitinum frá, at bunkringarstøðini verða ikki brúkt longur, og at tað var eitt mistak, at tey vórðu brúkt. Tað avgjørdi Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, eftir at hava ráðført seg við Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum og kunnað landsstýrið fyri ólavsøku. Sambært gamla býtislyklinum frá 2006 áttu Føroyar ein fjórðing av svartkjaftakvotuni. Tað eru 315.000 tons av einari millión og 260.000 tonsum, sum londini eru samd um at fiska í ár. Men avtalan frá 2006 er farin í søguna. ES vil hava býtislykilin broyttan, tí ES heldur seg eiga rætt til størri part. Strandarlondini hava gjørt fleiri royndir at gera ein nýggjan býtislykil, men til fánýtis. Um tað verður avgjørt, at heilivágurin, Orkambi, sum er til sjúklingar, sum hava systiska fibrosu, skal brúkast í heilsuverkinum í Føroyum, skal fígging finnast. Tað er ein konta, sum er til serliga dýran heilivág. Har stóðu við ársbyrjan 2015 umleið 50 milliónir krónur. og tá eru tær 18 milliónirnar, sum skulu nýtast til Orkambi, ikki við. Tað eru níggju sjúklingar í Føroyum, sum hava tørv á hesum heilivági, og hetta gevur ein meirkostnað uppá 18 mill. krónur Tó, tá heilivágurin ikki verður brúktur í Føroyum fyrr enn miðskeiðis 2016, er tørvurin fyri 2016 níggju milliónir krónur Tað verður helst eisini innihaldið í einum úttalilsi, sum Útnorðurráðið kemur við seinni í dag, sigur Bill Justinussen, formaður í Útnorðurráðnum. Henrik Old segði við útvarpið í gjár, at Útnorðurráðið eigur at samtykkja eina áheitan á íslendsku myndugleikarnar um at broyta lógina, sum fyrr í summar hevði við sær, at Næraberg hvørki slapp í íslendska havn eftir grønlendskari manning, ella at taka menninar umborð uttan fyri 12 fjórðinga íslendska fiskimarkið. Útnorðurráðið kemur helst við einum úttalilsi seinni í dag, sigur Bill Justinussen, sum heldur, at tað fær ávirkan á íslendsku myndugleikarnar. Føroyameistarakapping í landavegsúkkling byrjar í morgin, hósdagin. Talan er um árliga kapping, sum Tórshavnar súkklufelag skipar fyri. Kappingin skuldi eftir ætlan vera um miðjan september. Men av tí at fleiri av sterkastu súkklarunum tá eru farnir av landinum aftur, hevur Tórshavnar súkklufelag gjørt av at hava kappingina nú um vikuskifti. Fríggjadagin verður einkultstartur, tann teinurin er 30 kilometrar og verður súkklaður í Vágum, og leygardagin endar kappingin aftur í Havn, tá býarsúkkling er á skránni. Bótin kom í dag, og hon verður goldin í dag. Tað sigur Jákup Sverri Kass, stjóri í P f Vága floghavn. Jákup Sverri Kass sigur, at sektaruppskotið er dagfest 27. juli. Men tað er sent av Fútaskrivstovuni í gjár, og tey fingu tað í dag. Vága floghavn hevur fingið sektaruppskot frá fútanum, 15.000 krónur, fyri at bróta tilbúgvingarlógina, tí Vága floghavn breyt eitt forboð hjá Brunaeftirlitinum. Brunaeftirlitið helt seg við vissu vita, at flogførini kortini bunkraðu har og tí brutu forboðið, meldaði politiið P f Vága Floghavn. Vága Floghavn boðaði Brunaeftirlitinum frá, at bunkringarstøðini vórðu ikki brúkt longur, og at tað var eitt mistak, at tey vórðu brúkt. Stjórin í P f Vága floghavn sigur, at tey hava svarað Brunaeftirlitinum, at treytirnar eru loknar, men hava ikki frætt aftur haðani. Íslendska stjórnin og landsstýrini í Føroyum og Grønlandi eiga at seta ein arbeiðsbólk at skráseta fyrimunirnar hjá londunum, um tey gera eina fríhandilsavtalu og stovna eitt handilsráð í Útnorðri. Útnorðurráðið samtykti eitt tilmæli um tað í gjár. Sjálvt heldur ráðið, at nógvir fyrimunir eru við slíkari fríhandilsavtalu. Útnorðurráðið hevur í nógv ár havt fríhandilsavtalu millum øll trý londini á dagsskránni. Grønland vil heldur gera tvær fríhandilsavtalur, eina við Føroyar og eina við Ísland. Ella skal ein heilt nýggj avtala gerast millum øll trý londini. Útnorðurráðið kom ikki við nakrari áheitan á íslendsku stjórnina um at gevast við at forða føroyskum fiskiskipum tænastur og veitingar í Íslandi, hóast tað er brot á Hoyvíkssáttmálan. Útnorðurráðið samtykti trý tilmæli, áðrenn ársfundurin í Runavík endaði í gjárkvøldið. Eitt tilmæli til stjórnina og landsstýrini bæði er um størri samstarv um fiskivinnu, eitt er um samstarv um flutning og undirstøðukervi og so eitt um fríhandil. Hann hevur verið leingi á ferð, og fyrrakvøldið endaði hon ferðin hjá norðuríranum, Norman Surplus, ið hevur flogið heimin runt í einum pinkuflogfari. Ferðin hjá norðurírska ævintýraranum byrjaði fyri fimm árum síðani, og nú, hann kom heimaftur, hevði hann tilsamans flogið 12.070 kilometrar í pinkuflogfarinum. Ein ferð, sum eisini skuldi tryggjað honum metið at vera tann fyrsti, ið hevur flogið heimin runt í einum pinkuflogfari einum sonevndum gyrocoptara. Greinin heldur fram niðanfyri. Tað hevur verið ein ógloymandi ferð og eg hevði ikki ímyndað mær frammanundan, at ferðin fór at enda soleiðis, segði Norman Surplus við BBC tá hann kom heimaftur týskvøldið. Norman Surplus fór úr Føroyum týsmorgunin. Hann steðgaði stutt í Hebridunum, áðrenn hann fleyg seinasta strekkið til Norðurírland, har móttøka var fyri honum týskvøldið. Norðurírski ævintýrarin hevur flogið heimin runt í pinkuflogfarinum fyri at varpa ljós á krabbamein, sum læknar í 2003 søgdu, at hann hevði lítlan møguleika at vinna á. Ein ógvuslig spreinging á havnarlagnum í kinesiska býnum, Tianjin, 150 kilometrar í ein landsynning úr Bejing, hevur higartil kostað 44 fólkum lívið. Sambært kinesisku myndugleikunum hendi vanlukkan, tá ein last av spreingievni brádliga brast stutt fri midnátt lokala tíð mikukvøldið, skrivar Reuters. Greinin heldur fram niðanfyri. Tað er framvegis ógreitt, hví vanlukkan hendi, men myndugleikarnir kanna framvegis orsøkina. Umframt tey deyðu eru fleiri hundrað løstað og koyrd á sjúkrahús, skrivar Reuters. Umleið 15 milliónir fólk búgva í Tianjin, ið er fjórð størsti býurin í Kina. Býurin, Tianjin, er ein tann skjótast vaksandi býurin í Kina eftir fólkatalinum. Rutan er eisini so serstøk, at seinasta ár helt onkur, at Bragdið átti at boðið útlendingum higar at renna. At renna móti brekku allan vegin og samstundis njóta vakra landslagið, tað kann næstan ikki verða betri. Rólant Waag Dam hevur tosað við Johan Mortensen, Johan Joensen, John Mikkelsen og Jákup Sumberg um tiltakið Summarlamb á Áarstovu verður næsta fríggjakvøld. Maria Tórgarð er í hesum døgum í holt við filmsupptøkurnar til ein nýggjan stuttfilm. Stuttfilmurin er av slagnum mockumentary, sum er ein falskur dokumentarur. Hoyr meira um, nær stuttfilmurin kemur út, og hvat hann snýr seg um, í samrøðuni omanfyri. Búfólkini á Boðanesheiminum savnaðu í juni mánað inn undirskriftir, har tey kravdu betri bussamband. Líkt er til, at tað hjálpti at savna inn undirskriftir. Býarbussarnir í Tórshavnar kommunu koyra frá mánadegnum eisini til Boðanesheimið, sum búfólkini settu fram ynski um, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni . Avrátt er at byrja nýggju rutuna eftir samráðingar millum Heðin Mortensen, borgarstjóra, Elina Lindenskov, forkvinnu í teknisku nevnd, og Gundurs Bussar, boðar kommunan frá. Kanningin varð løgd fram á aðalfundi hjá MFS Meginfelag Føroyska Studenta týskvøldið. 86 prosent av limunum siga, at tey vilja búgva í Havn. Og 90 prosent av útisetunum, sum eru limir í felagnum, hava Havnina sum fremstu raðfesting, tá tey flyta aftur til Føroyar at búgv. Kanningin gevur greiðar ábendingar um, at trýstið fer at vaksa nógv í Havn. Tað er fakta, sigur Bogi Jacobsen, tekniskur leiðari hjá Bústøðum, sum legði kanningina fram týskvøldið. 62 prosent av teimum spurdu í kanningini eru frammanundan búsitandi í Havn, men heili 86 prosent av limunum kring alt landið vilja búgva í høvuðsstaðnum. Aldursbólkurin 20 29 ár er best umboðaður í kanningini. Kanningin vísir millum annað, hvussu hesir limirnir hjá Føroya Bústaðarfelag vilja búgva. Flestu av teimum vilja búgva í 3 rúmsíbúðum. Býráðið í Fuglafirði samtykti einmælt á eykabýráðsfundi fríggjadagin at geva byggiloyvi. Odd Eliasen, stjóri á Havsbrún, sigur, at boringin byrjar síðst í august. Liðugt verður at bora við árslok, og ætlanin er at flyta í tunlarnar báðar hálvan apríl næsta ár. Byggifelagið Articon skal gera arbeiðið. Maskinurnar, sum boraðu Viðareiðistunnilin, verða fluttar til Fuglafjarðar at bora har. Arbeiðið kostar góðar 30 milliónir krónur. Tað er ein stórur trupulleiki, at milliónirnar rulla inn hjá summum, uttan at tey lyfta ein fingur, meðan fiskimenninir gjalda, sigur Annfinnur Garðalíð. Annfinnur Garðalíð sigur, at hann væntar eina semju við reiðaríni hjá Aleks Vilhelm og Finnbjørn Poulsen fyrsta dagin um tær tvær milliónirnar, ið manningarfeløgini meta seg eiga til góðar. Nevndin í P f Eystur og Sandoyartunlar er altíð til reiðar at tosa við landsstýrismannin ella geva honum eina skrivliga frágreiðing, sigur Bergur Poulsen, nevndarformaður. Hann vil ikki gera samrøðu við Útvarpið um atfinningarnar móti felagnum, sum hevur gjørt sáttmála við eitt norskt felag um arbeiðið, sum føroyska vinnan sigur, væl kann gerast í Føroyum. Í gjár segði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, við Útvarpið, at hann vil hava eina frágreiðing frá nevndini í felagnum. Bergur Poulsen sigur, at hann hoyrdi í Útvarpinum, at landsstýrismaðurin vil hava eina frágreiðíng. Hann sigur, at felagið strembar eftir, at føroyingar og føroyskar fyritøkur fáa so nógv arbeiði sum gjørligt, nú tveir undirsjóvartunlar skulu gerast í Føroyum. Bergur Poulsen hevur tó onga viðmerking um, at norska fyritøkan Norconsult hevur fingið sáttmála, sum er verdur 34,5 milliónir krónur, við P F Eystur og Sandoyartunlar. Útnorðurráðið samtykti tilmæli, sum sigur, at føroyskt grindadráp hevur fullan stuðul. Í tilmælinum stendur, at Útnorðurráðið stuðlar føroyska rættinum at drepa grind, ið er aldargomul siðvenja. Ráðið leggur dent á, at vesturnorðurlendsku londini hava rætt og skyldu til at gagnýta alt í havinum á burðardyggan hátt. Útnorðurráðið sigur eisini, at fyri mong hevur hvala og kópaveiða lívsneyðugan týdning fyri matvørubúskapin. Við hesari útsøgnini vísa vit, at Føroyar eru ikki einsamallar. Vit mugu saman verja rætt okkara til okkara tilfeingi, sigur Unnur Brá Konraðsdóttir, varaformaður, í útnorðurráðnum í tíðindaskrivi. Víðkaða handilsbannið kann fáa avleiðingar fyri eitt nú prísin á fiski, um íslendski fiskaútflutningurin til Russland verður umfataður av banninum. Íslendskir myndugleikar hava enn ikki fingið greitt svar frá russum um hetta. Ísland er ikki einasta nýggja landið á russiska svartalistanum. Albania, Montenegro og Liechtenstein eru sambært Reuters eisini á listanum yvir lond, sum ikki sleppa at útflyta vørur til Russlands. Russiska bannið er eitt aftursvar til londini sum setti handilstiltøk í verk móti Russlandi í sambandi við stríðið millum Russland og Ukraina. At spreingingin var ógvuslig, prógva upptøkur hjá einum fylgisveini eisini. Soleiðis sá spreingingin í kinesiska býnum út úr rúmdini. Tað ber væl til at drekka vatnið eftir kloreringina, men fólk mugu framvegis kóka tað fyrst, skrivar Tórshavnar Kommuna á heimasíðuni. Ein bók er ein háttur at fáa boðskapin fram í valstríðnum, sigur Høgni Reistrup, sum er valevni fyri Framsókn. Hann hevur eisini hevur lisið miðlafrøði, og starvast sum samskiftisráðgevi hjá Tórshavnar kommunu. Tórstein Jóhannes Fríðfinsson, formaður í MFS Meginfelag føroyska studenta, heldur, at valluttøkan kann blíva munandi størri millum útisetar. Ein annar møguleiki er, at tað verður lættari at skráseta seg. Formaðurin í MFS mælir til, at lesandi skulu sleppa at skráseta seg til val í Føroyum, samstundis sum tey søkja um ferðastuðul. Seinastu vatnkanningar hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni staðfesta bakteriur í drekkivatninum í Eysturbýnum í Havn og í Hoyvík, men nú eru eisini funnar bakteriur í Kollafirði, Kirkjubø og Nólsoy. Tað er ikki heilt óvanligt við slíkari dálking, men hon er komin tíðliga í ár, møguliga orsakað av nógvum áarføri. Fyribrigdið er kent um alt landið, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni. Fyribils verður mælt til at kóka vatnið, áðrenn drukkið verður. Hetta til onnur boð verða givin. Fangakórið hevur eisini ferðast í fleiri londum, eit nú Týskalandi og í Grønlandi. Allastaðir har kórið hevur sungið, hevur tað verið fyri fullsettum húsi. Fangakórið er sera sjáldsamt, av tí at tað eru langtíðar fangar, sum syngja egnar sangir um umsorganarsvík, sakn, kærleika, fyrigeving, manglandi kærleika og óttanum fyri aftur at verða frælsur. Kjell Elvis skal hava konsert í SMS leygardagin klokkan 13, men hann skal so eisini syngja fyri mammu síni, sum skal halda 70 ára føðingardagin á Eiði, eisini leygardagin. Týsdagin 1. september verður løgtingsval, og Kringvarpið fylgir altíð valstríðnum væl. Sendingar sum Vágskálin, Í andgletti, Álvaratos og almennir valfundir verða dustaðar av og tiknar framaftur. Mánadagin byrjar valfepurin av álvara í kringvarpinum. Hoyrið samandrátt úr sendingini, Vikuskiftið, har Liljan Weihe, tíðindaleiðari, og Barbara Samuelsen, mentanarleiðari, greiða frá. Maðurin, sum er skuldsettur fyri manndráp í Hvalba fyri einum ári síðani, játtar seg sekan. Tí verður tað eitt ájáttanarmál ikki nevningating sum verður í Føroya rætti mikudagin. Skuldsetti maðurin, sum er 24 ára gamal, hevur higartil ikki tikið støðu til skuldarspurningin. Tí var ætlanin, at hann skuldi fyri eitt nevningating, men tað verður av ongum, tí maðurin hevur játtað seg sekan. Christian Andreasen, verji, vil ikki útgreina, hví maðurin nú játtar seg sekan í manndrápi. Tað má bíða, til málið kemur fyri rættin, sigur Christian Andreasen við útvarpið. Maðurin er skuldsettur fyri at hava stungið ein 36 ára gamlan mann tríggjar ferðir í hálsin. Hann doyði. Tann skuldsetti er mentalkannaður, men verjin vil ikki útgreina innihaldið í kanningini. Skuldsetti maðurin hevur verið varðhaldsfongslaður síðani 10. august í fjør. Síðstu mánaðirnar hevur hann sitið í Vestre fængsel í Danmark. 19 ára gamla Kristina Clementsen, sum er á tjóðveldislistanum, er eitt av yngstu valevnunum, sum bjóða seg fram til løgtingsvalið. Hon ásannar, at kappingin við hini meira royndu kvinnuligu valevnini hjá flokkinum verður hørð, men hon heldur seg hava okkurt serstakt at bjóða. Borgarin eigur eisini at sleppa at mynda býin, heldur ein av fyriskiparunum, Sissal Fossá, sum lesur býarskipan á lærda háskúlanum í Roskilde. Døglingaveiðan er í ringasta føri brot á altjóða reglugerðina hjá altjóða hvalaveiðistovninum IWC, og kann fáa avleiðingar fyri altjóða rættin hjá føroyingum at drepa grind. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sigur í eini viðmerking, at hann hevur ráðført seg við embætisverkið, og tey siga, at døglingur kann ikki flokkast sum stórhvalur. Hilmar Eliasen, stjórin á Strandfaraskipum Landsins, segði við útvarpið hósdagin , at uppruddingin av grótinum í Skopunar Havn fer ikki at forða fyri møguligum avlýsingum hjá Teistanum í heyst og í vetur. Siglandi verður ikki í ringum veðri, fyrr enn brimverjan eisini er gjørd, og tí slepst ikki undan avlýsingum, sigur Hilmar Eliasen. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, væntar, at regulariteturin verður betri, nú grótið verður ruddað burtur. Men hann ásannar, at brimverjan er ein trupulleiki, sum má loysast. Men fyrst skulu kanningar gerast, áðrenn peningur verður játtaður, sigur hann, Sambært lógini um grein 19 nevndina, skuldi nevndin kanna viðurskifti í sambandi við virksemi hjá Eik grunninum frá 2002 til 2010, tá Eik kollsigldi, og eftirlitið við grunninum frá 2002 til mai í fjør. Starvsfólk á Landssjúkrahúsinum krevja nú, at Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, tekur aftur kunngerðina um, at loyvt er taka við sær 200 tollfríar sigarettir inn í landið í staðin fyri 100. Kungerðin kom fyrst í juli. Tey 72 starvsfólkini á Landssjúkrahúsinum mótmæla í almennum skrivi harðliga broytingini í kunngerðini um tollfrían innflutning hjá teimum, sum koma til Føroya úr øðrum londum. At loyva øking í innflutningi av tollfríum tubbakki brýtur niður fyribyrgingararbeiðið, sum vit heilsustarvsfólk røkja, og verður til skaða fyri fólkaheilsuna, verður sagt. Vit krevja, at landsstýrismaðurin tekur kunngerðina aftur sum skjótast, stendur í skrivinum hjá teimum 72 starvsfólkunum á Landssjúkrahúsinum. Samstundis kemur tað meira enn so fyri, at ferðafólk verða steðgað í tollinum og skulu rinda stóra bót fyri sítt mistak, sigur Ferðavinnufelagið. Jørgen Niclasen avgjørdi tí at broyta reglurnar, so tær siga tað sama sum hjá grannalondunum, tíggju pakkar av sigarettum, eitt kartong. Málið var á landsstýrisfundi, meðan Karsten Hansen var uttanlands. Hann bað um at fáa málið flutt til hann var komin heim aftur, so hann kundi vera við í viðgerðini, men tað varð ikki gjørt. Kanningin hjá Spyr.fo sigur, at kvinnurnar meira enn menninir leita sær vitan um politikk í miðlunum. Kanska er ein orsøk, heldur Spyr.fo, at kvinnur eru forvitnari enn menn ella kanska, at tær eru meira kritiskar, tá ræður um politiskar boðskapir. Veljarar fara ikki fyrst á heimasíðurnar hjá flokkunum, tá leitað verður eftir boðskapinum hjá flokkinum. Tvørturímóti. Útvarp og Facebook eru stóru miðini, í øllum førum sambært einari kanning, sum Spyr.fo gjørdi hósdagin. 300 fólk í aldrinum 18 til 80 ár vórðu spurd, hvar tey halda seg fáa størstu vitanina um løgtingsvalið 1.september. Av politistøðini veðrru annars sagt, at løgreglan hevur ikki funnið Sea Shepherd mannin, sum skal vísast úr Føroyum. Hini fýra fólkini, sum danska útlendingastýrið vísti av landinum hósdagin, fóru við Norrønu fríggjamorgunin. Har verður millum annað víst á, at næstu árini er neyðugt at byggja nýtt ÍSF hús, at játtanin til sersambondini eigur at hækka, og at fleiri pengar mugu setast av til úrval skipanina og til altjóða luttøku. Í 2008 gjørdi ÍSF eina kanning av virðinum av samlaða sjálvbodna arbeiðinum í føroyskari ítrótt. Hetta arbeiðið var tá mett at hava eitt virðið upp á 46 milliónir krónur. ÍSF vísir á, at felagsskapurin er grundaður á góð og sunn virði, sum hava týdning fyri land og fólk. Játtanin til ÍSF er tí ikki ein útreiðsla, men ein íløga í vælveru hjá borgarum, sigur ÍSF. Bogi Simonsen, sølumaður hjá North Pelagic, sum selur fyri klaksvíksskipini Norðborg og Christian í Grótinum, væntar, at russisk skip fara at selja meira av sínum makreli í Russlandi í staðin fyri í øðrum londum, sum tey gera nú fyri at fáa fremmant gjaldoyra. Samstundis sum Ísland nú misti russiska marknaðin, er Nigeria framvegis at kalla afturlatið, tí innflytarar fáa ikki dollarar ella annað fremmant gjaldoyra at keypa fyri. Eirikur á Húsamørk, stjóri á Høvdavirkinum, sum selur turkað toskahøvd til Nigeria, sigur, at útflutningurin hjá teimum er tann sami, sum hann var, og pengarnir koma fyri høvdini. Men prísurin er lækkaður nakað. Eirikur á Húsamørk væntar, at viðurskiftini verða sum tey vóru í Nigeria, í næsta mánað, tá landið fær ein fiskimálaráðharra aftur. Maðurin møtti sjálvur upp á politistøðini í Havn á middegi, har hann var handtikin, sigur løgreglan í tíðindaskrivi. Hann verður seinnapartin í dag sendur av landinum við flogfari til Danmarkar. Hini fýra, ið vórðu útvíst, fóru av landinum við Norrønu fríggjamorgunin. Tað hevði verið ynskiligt at fingið Oyggjaleikirnar aftur til Føroya, sigur Petur Elias Petersen, forseti í Ítróttasambandi Føroya. Hetta hevði kostað á leið 20 milliónir krónur, og tí mælir hann til, at tríggjar milliónir krónur verða lagdar til síðis árliga. Játtaði peningurin hevði havt eitt ávíst signalvirði og víst, at politiskur vilji er fyri at fáa leikirnar aftur hendanvegin, heldur Petur Elias Petersen. Føroyar fara kortini neyvan at søkja um vertskapin, áðrenn ítróttaligu karmarnir eru komnir í rætt lag. Oyggjaleikanevndin krevur, at oyggjasamfeløg, sum bjóða seg fram at hýsa leikunum, kunnu hýsa í minsta lagi 12 ítróttagreinum. Føroyar søktu upprunaliga um at hava leikirnar í 2019, men føroyska umsóknin varð seinni tikin aftur. Enn hevur ÍSF ikki gjørt av, nær Føroyar skulu søkja um at fáa leikirnar aftur. Drongurin var lívleysur og uttan vit í fleiri minuttir. Fólk á staðnum bóru skjótt at og góvu dreinginum lívbjargandi fyrstuhjálp. Boð vórðu beinanvegin send eftir sjúkrabili, sum var skjótur, og við hjartastartara og góðum hondum fekst lív aftur í dreingin. Drongurin varð alt fyri eitt fluttur á Klaksvíkar sjúkrahús og síðani á Landssjúkrahúsið. Talan var um skelkandi hending fyri tey, sum vóru til staðar við Djúpumýru í Klaksvík í gjár. Dysturin millum dreingjaliðini hjá KÍ og 07 vestur varð tí beinanvegin bríkslaður av, og sálarlig fyrstuhjálp veitt leikarum á báðum liðum. Kristian Martin Joensen, vakthavandi á politistøðini í Havn, sigur í morgun, at fólk á staðnum bóru seg fyrimyndarliga at í sambandi við tilburðin í Klaksvík í gjár. Sambært løgregluni kom drongurin væl fyri seg og hevur tað eftir umstøðunum gott. Tað er felags ábyrgd hjá foreldrum og skúla at kunna og læra ung um politikk og samfelagsviðurskifti. Tað halda 73 prosent av teimum spurdu í kanningini, sum fevnir um 300 fólk. Kanningin vísir, at nøgdsemi við undirvísingina í politikki og samfelagsviðurskiftum í fólkaskúlanum er ikki gott. 30 prosent siga seg vera ónøgd við undirvísingina, og 18 prosent halda, at hon er nøktandi. Av teimum, sum eru ónøgd, er helvtin millum 18 og 24 ár. Sambært kanningini hevur fjølmiðlaumrøða og negativ hugsan millum fólk um politikarar týdning og ávirkan í mun til áhugan hjá ungum fyri politikki og samfelagsviðurskiftum. Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærararfelag, fegnast um, at ein meiriluti í kanningini heldur, at talan er um felags ábyrgd at læra ung um politikk og samfelagsviðurskifti. Við heimasíðuna hjá Skúlablaðnum sigur hann, at fólkaskúlin má taka sín lut á seg. Lærarar mugu taka í egnan barm, men eisini avvaraðandi myndugleikar mugu taka støðuna í álvara og skapa karmar, so lærarar hava umstøður at fremja henda neyðuga partin av lærarayrkinum, sigur Herálvur Jacobsen. Ein ungur maður og ein ung kvinna eru tikin fyri at hava nakað av hashi upp á sær. Tey verða skuldsett fyri brot á lógina um rúsandi evni. Í Havn var eitt harðskapsmál fráboðað í gjár, tá ein maður hevði sligið konu sína, og í Vágunum varð ein maður tikin fyri at koyra ávirkaður. Ítróttasamband Føroya hevur latið almennu myndugleikunum frágreiðing um virksemið hjá felagsskapinum og umsókn um játtan á løgtinsgfíggjarlógini fyri næsta ár. Tað hevði verið ein stórur lætti, um ítróttafeløgini vórðu frítikin fyri at gjalda MVG av inntøkum teirra ella fingu tað afturgoldið, sigur ÍSF. Felagsskapurin vísir á tyngjandi útreiðslurnar hjá ítróttafeløgunum, sum eitt nú fevna um útreiðslur til olju, streym og útgerð yvirhøvur. ÍSF vísir á dømi úr Noregi, har norski staturin hevur sett munandi upphædd av til afturbering av meirvirðisgjaldi, sum ítróttafeløg hava goldið. Tað er alla tíðina neyðugt við kunning og fyribyrging um vandar av doping. Tað hevði tí verið ynskiligt, at Heilsumálaráðið hugdi eftir, hvussu grannalond okkara hava skipað arbeiðið við dopingeftirlit, sigur ÍSF. Arbeiðið at leggja nýtt graslíki á fótbóltsvøllin við Margáir er komið so væl áleiðis, at vøllurin verður liðugur og klárur at spæla á í dag. Tað skrivar Sunda Kommuna á heimasíðuni. Sunda kommunan hevur lagt graslíki á fleiri smærri vøllir í kommununi Í Hvalvík, á Langasandi, í Tjørnuvík, á Oyri og við Norðskála. Ætlanin er eisini at leggja graslíki við Gjógv. Talan er um langtíðarætlan hjá kommununi. Arbeiðið byrjaði í 2007, og málið er, at graslíki skal vera í øllum bygdum í kommununi. Endamálið er at geva børnum og ungum góðar umstøður at íðka ítrótt og vera likamliga virkin, sigur kommunan. Hon er 660 fermetrar í tveimum hæddum. Tannlækni og kommunulækni vera í ovaru hæddini, og niðara hæddin verður tøk hjá øðrum, sum hava áhuga í læknamiðstøðini. Nú valstríðið er um at vinda uppá seg, eru politikarar ídnir at koma við góðum hugskotum til ábøtur á fólkaskúlan. Fyrrverandi formaðurin í Føroya Lærarafelag heldur, at politikarar fyrihalda seg ov lættliga til, hvat krevst fyri at gjøgnumføra broytingar í skúlaskipanini. Eitt indonesiskt rutuflogfar við 54 fólkum misti í dag samband við eftirlitsmiðstøðina. Flogfarið fleyg ígjøgnum fjallmikla Papua landslutin í eystara partinum av landinum. The Guardian skrivar , at flogfarið misti samband við eftirlitsmiðstøðina níggju minuttir, áðrenn tað eftir ætlan skuldi lenda. Umborð vóru 44 vaksin, fimm børn og fimm starvsfólk. Veðurlíkindini eru í løtuni ov vánalig at halda fram við leita eftir flogfarinum, og tí er bjargingararbeiðið útsett til mánamorgunin. Hetta skrivar tíðindastovan AP. Uppdatering Indonesiskir myndugleikar hava nú váttað, at flogfarið er dottið niður. Enn er óvist, um nøkur ferðafólk eru komin frá hendingini við lívinum. Bygdafólk, sum sóu flogfarið bresta inn í eitt fjall, funnu vrakið í hálendisøkinum Bintang í Oksibil. Foreldur eiga at taka størri ábyrgd fyri uppæling og læring hjá børnum. At lata skúlan vera einsamallan um uppgávuna er órímiligt. Tað heldur Magnus Tausen, fyrrverandi formaður í Føroya Lærarafelag. Hann leggur afturat, at foreldur ikki geva sær nóg nógva tíð saman við børnunum, og hetta kann fáa avleiðingar fyri skúlagongdina, læringina og almennu vitanina hjá barninum. Fyri stuttum kom fyrsta føroyska medley út. Tað eru tey trý Marianna Nagata, Elias Højgaard og Rani Petersen, sum hava sett saman tónleikapartin og smeltað teir 12 føroysku sangirnar saman. Sangirnir eru bæði nýggir og eldri. Sigast kann í øllum førum, at tey hava nýtt øll horn í føroyska tónleikinum við øllum frá Swangah til BYRTA og til eldri tónleik sum Góða mamma, eg vil sova , hjá Jacob Hansen frá 1908. Munurin á nummar eitt og nummar 10 var greiður við Margáir, har B36 hølvaði EB Streym av. Úrslitið varð 5 0, og teir hvítu og svørtu varðveita tískil leiðsluna uppá fýra stig niður til Víking á øðrum plássi. Hóast munurin ikki gjørdist líka stórur sum við Margáir, vann Víkingur til endans ein tryggan 4 2 sigur á grannunum úr Fuglafirði. Í Runavík var Árni Frederiksberg stóra hetjan, tá hann við trimum málum var við til at tryggja NSÍ 5 1 sigur á FC Suðuroy, eftir at liðið úr Vági hevði lagt seg á odda longu í fjórða minutti. EB Streymur B36 0 2 0 5 40. 0 1 Høgni Eysturoy 44. 0 2 Benjamin Heinesen 54. 0 3 Hans Pauli Samuelsen 70. 0 4 Sjálvmál 75. 0 5 Lukasz Cieslewicz NSÍ FC Suðuroy 3 1 5 1 04. 0 1 Salmundur Bech 09. 1 1 Klæmint A. Olsen 16. 2 1 Árni Frederiksberg 37. 3 1 Árni Frederiksberg 61. 4 1 Christian Høgni Jacobsen 68. 5 1 Árni Frederiksberg Víkingur ÍF 1 0 4 2 05. 1 0 Filip Djordjevic 51. 2 0 Finnur Justinussen 65. 2 1 Jan Ó. Ellingsgaard 73. 3 1 Súni Olsen 85. 4 1 Hanus Jacobsen 90. 4 2 Andy Olsen 1. B36 48 2. Víkingur 44 ein dyst meir 3. NSÍ 43 ein dyst meir 4. HB 35 5. KÍ 31 6. ÍF 23 7. TB 23 8. FC Suðuroy 16 9. AB 13 10. EB Streymur 7 Seinastu tíðina hevur Landssjúkrahúsið gjørt fleiri avtalur við Ríkissjúkrahúsið í Keypmannahavn um samstarv í sambandi við viðgerðir. Ein av størru avtalunum er um krabbameinsviðgerð. Bjarni á Steig, leiðandi yvirlækni á medisinska deplinum, sigur, at her er talan um stórt frambrot, tí nú koma serlæknar til Føroya einaferð um vikuna at síggja føroyskar krabbameinssjúklingar. Valstríðið í Kringvarpinum er byrjað, og í hesum táttinum í Degi og Viku viðgera vit mál, sum fara at seta dám á valstríðið. Eisini hava vit gest í sjónvarpsstovuni at gera viðmerkingar. Fyrsta málið, sum vit taka til viðgerðar, hevur fylt nógv í farna valskeiði tað er spurningurin, um Føroyar eru vorðnar eitt ójavnari samfelag at liva í. Tá næstan eitt ár var farið, frá tí at Arbeiðsloysisskipanin fekk eina avgerð aftur frá Kærunevndini, hevði maðurin, sum kærdi, ikki fingið boð um nakra nýggja avgerð hjá ALS. Fyrisitingarlógin hevur onga áseting um, hvussu langa tíð, ein myndugleiki kann loyva sær at brúka til at viðgera eitt mál. Men knappliga eitt ár er alt ov lang tíð, sigur Løgtingsins umboðsmaður, sum hevur givið ALS eina átalu fyri drál. Maðurin kærdi avgerðina hjá ALS til Kærunevndina hjá Arbeiðsloysisskipanini, sum 10. september vísti málið aftur til ALS til nýggja viðgerð. Eftir at hava fingið fleiri áheitanir frá manninum, sum vildi sleppa á skeið, boðaði ALS frá tann 11. juli í 2013, at maðurin fekk avgerðina um nakrar dagar. Løgtingsins umboðsmaður sigur, at ALS hevði kunnað tikið eina nýggja avgerð stutt eftir 10. september í 2012, og gevur ALS eina átalu fyri drál. Tá verður kanningin hjá nevndini almannakunngjørd á tíðindafundi í Løgtinginum. Nevndin hevur tosað við 13 fólk í sambandi við kanningina og fingið upp í fleiri ringbind av skjølum. Sambært lógini um grein 19 nevndina skuldi nevndin kanna viðurskifti í sambandi við virksemið hjá Eik grunninum frá 2002 til 2010, tá Eik kollsigldi, og eftirlitið við grunninum frá 2002 til mai í fjør. Eftirlitið var í Danmark til 1. januar í 2008, tá eftirlitið við vinnurekandi grunnum varð yvirtikið og gjørdist føroyskt. Nevndin skuldi ikki taka støðu til, um hon heldur, at nakar kann revsast fyri virksemið hjá Eik grunnin ella fyri eftirlitið við grunninum. Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, bað fyrst í mai í fjør løgtingið seta eina grein 19 nevnd at kanna Eik grunnin. Tað samtykti Løgtingið einmælt at gera. Í Grein 19 nevndini eru løgtingsfólkini Joen Magnus Rasmussen, sum er formaður, Kristina Háfoss, næstforkvinna, og Helgi Abrahamsen. Sigmund Poulsen, advokatur, er løgfrøðiligur ráðgevi hjá nevndini. Grein 19 nevndin hevði sín fyrsta fund í løgtingssetuni 2013, tað var tann 13. juni í 2014. Eftir løgtingsvalið er ætlanin at leggja uppskot til samtyktar fyri løgtingið, so løgtingið fær viðgjørt kanningina. Ósemjan millum Pedagogfelagið og Fíggjarmálaráðið um starvsvenjing hjá námsfrøðislesandi heldur fram. Í fjør vóru 32 næmingar á námsfrøðisútbúgvingini, sum ikki sluppu í starvsvenjing orsaka av eini ósemju ímillum lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum og Pedagogfelagið. Stovnarnir, sum taka ímóti næmingum í starvsvenjing, fáa alt ov lítla viðbót, heldur Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum. Í løtuni verða 21 krónur um tíman latnar fyri námsfrøðislesandi, sum eru í starvsvenjing sambært áseting frá 1990. Verður ongin semja funnin, merkir hetta í ringasta føri, at ongin av teimum 135 næmingunum, sum lesa til námsfrøðing sleppa í starvsvenjing. Hetta er púra burturvið, heldur Annika Antoniussen, útbúgvingarleiðari fyri pedagogútbúgvingina á Setrinum. Orsaka av ósemju millum Pedagogfelagið og løndardeildina í Fíggjarmálaráðnum er vandi fyri, at tey, sum lesa til námsfrøðing á Setrinum, ikki sleppa í starvsvenjing. Helgi Arnoldson lesur námsfrøði á øðrum ári á Setrinum. Hann harmast um, at hann møguliga aftur í ár ikki sleppur í starvsvenjing. Í fjør vóru 32 næmingar, sum ikki sloppu í starvsvenjing. Verður ongin semja funnin í málinum, kann hetta raka allar 135 næmingarnar, sum lesa námsfrøði á Setrinum. Sera langt er ímillum ósamdu partarnar í málinum. Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum, heldur, at viðbótin fyri at taka ímóti námsfrøðislesandi í starvsvenjing átti at verið hækkað úr teimum 21 krónunum, sum viðbótin er í dag, upp í góðar 80 krónur Snorri Fjalsbak, stjóri á lønardeildini, heldur hinvegin, at viðbótin longu er ov høg og skuldi verið lækkað. Hetta sigur hann í stuttari viðmerking við Útvarpið. Sáttmálasamráðingar við Pedagogfelagið verða 1. oktobur, og inntil tá ætlar lønardeildin sær ikki at gera meira við málið. Vit umbera vánaligu ljóðgóðskuna. Í kvøld er seinasta freist hjá teimum sjey flokkunum, sum bjóða seg fram á løgtingsvalinum um tvær vikur, at lata løgtingsvalnevndini valevnislistarnar. Limirnir skulu fáa høvi saman at finna nýggjar og góðar dyrkingarhættir, so fleiri sløg av vøkstri kunnu fáast. Og so skal felagið eisini stuðla samstarvi um sølu av tí, sum velt verdur, og menning av smáframleiðslu yvirhøvur. Á fundinum verður eisini stutt framløga um kunningarferð til Hetlands og Noregs, sum gjørd var fyrr í summar, skriva fyrireikararnir. The North Atlantic Native Sheep and Wool Conference er ein altjóða ráðstevna, sum verður hildin árliga í norður atlantiska økinum. Hon hevur verið hildin í Orknoyggjum í 2011, í Noregi í 2012, í Hetlandi í 2013 og í Íslandi í 2014. Í ár verður hon so hildin í Føroyum í døgunum 10. til 14. september á Hotel Føroyum og í 2016 í Suðuroyggjum. Endamálið við ráðstevnuni er at varpa ljós á ullina av hesum seyðaslagi, at savna og útveksla vitan um ullina og úrdráttir úr henni, at virðisøkja ullina, savna hugskot til nýtslu av ullartilfeinginum og at menna vinnuna, sum góðskar ull, frá byrjan til liðugtvøru. Sjálvt um hetta er ein altjóða ráðstevna, so verður mest hugsað um londini í Norður Atlantshavinum, Ísland, Grønland, Føroyar, Orknoyggjar, Hetland, Suðuroyggjar og Noreg. Seyðurin í hesum londunum er nær skyldur og umstøðurnar, hann livir undir líkjast eisini og harvið eisini ullin. Tvær hendingar hava skelkað Olgu Kruse av Oyrarbakka so mikið, at hon ikki longur kennir seg trygga, tá hon fer túr við hundinum. Grannahundurin hevur nevnliga lopið á hundin hjá henni. Fyrru ferð leyp hann á bæði hundin og pápa Olgu Kruse, sum gingu túr. Aðru ferð kom hann rennandi móti Olgu Kruse sjálvari, manni hennara, soninum og hundinum, sum gingu túr. Hann steðgaði tó aftur, tá maðurin stillaði seg fyri. Báðar ferð rann hundurin leysur. Tey flestu ungu í Suðuroynni flyta aftaná miðnámsskúlan. Tað halda Regina Beck, Diana Joensen og Annika Mørk. Tær eru samdar um, at vis møguleiki hevði verið fyri at tikið aðra útbúgving enn heilsuskúla, so høvdu fleiri verði verandi. Rebekka Manuela Behrens og Kára Bjarnadóttir Jakobsen gjørdu samrøðuna. Ingi Rasmussen, samskiftisráðgevi og fyrrverandi journalistur, og Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum, geva sítt boð uppá, hvussu Sambandsflokkurin stóð seg í andglettinum. Heðin Mortensen ætlar sær at verða sitandi sum borgarstjóri í Tórshavnar kommunu í øllum førum til kommunuvalið næsta ár, hóast hann verður valdur í løgtingið fyri Javnaðarflokkin. Hann heldur, at tað ber til at røkja bæði størvini samstundis. Tá ein lærari fær eftirútbúgving í viðurkendari floksleiðslu, gerast næmingarnir dugnaligari til at hugsavna seg, sigur Anders Holm, professari við lærda háskúlan í Keypmannahavn og við SFI. Í nýggjari kanning staðfestu granskararnir, at skeið í floksleiðslu bøtti um hugsavningina í skúlastovuni við fýra prosentum. Dreingirnir í flokkinum fingu harumframt trý prosentstig fleiri røtt svar í lesiroynd. Niðurstøðan í nýggju kanningini er grundað á eina av fyrstu lutakast royndunum í skúlahøpi yvirhøvur, har tilvildarliga valdur bólkur av lærarum fingu skeið í viðurkendari floksleiðslu. Hesin bólkur varð síðani samanborin við bólk, sum ikki hevði verið á skeiði. Her er rættiliga høgt próv stig. Og einhvør munur millum báðar bólkarnar hevur samband við floksleiðsluskeiðið, sigur Anders Holm í tíðindaskrivinum. 24 ára gamli maðurin hevur sitið varðhaldsfongslaður síðani 10. august í fjør, síðstu mánaðirnar hevur hann sitið í Vestre Fængsel í Danmark. Vanliga revsingin í drápsmálum hevur seinnu árini verið 12 ár í fongsul. Tó kunnu linnandi ella skerpandi umstøður stytta ella leingja fongsulsrevsingina. Umframt framløgur verður pallborðsfundur og orðaskifti um týðandi tættir í fiskivinnupolitikkinum, skriva fyrireikararnir í tíðindaskrivi. Magni Laksafoss,búskaparfrøðingur og valevni fyri Sambandsflokkin, fer at hava framløgu, har hann millum annað vísur á, at av teimum fýra fimm týdningarmestu veitarunum til føroyska búskapin, stendur feskfiskaveiðan undir fiskidagaskipanini sum veikasti parturin. Neyðugt er tí við nýhugsan og nýskipan í feskfiskaveiðuni, heldur hann, og tann táttin verður lagt út við í orðaskiftinum. Við pallborðið sita Poul Michelsen, Høgni Hoydal, Jógvan Skorheim, Jørgen Niclasen, Kaj Leo Holm Jóhannesen, Aksel V. Jóhannesen og Karsten Hansen. Skráin fyri fiskivinnutingið, sum verður í kvøld, byrjar tó longu klokkan17, tá Havstovan leggur fram um støðuna hjá toska og hýsustovunum og umhvørvið á Landsgrunninum seinastu árini. Vit frætta um Big Lorry lastbilin frá Seinra heimsbardaga og vit umrøða tær fýra kanónstøðirnar við Leitisvatn, ið saman við einum stórum og sermerktum bygningi, ið varð bygdur sum lóðurgoymsla, skapa eitt stórsligið umhvørvi frá 2. heimsbardaga. Eisini vitja vit stóru lóðurgoymsluna við landsvegin við Leitisvatn ein bygningur, ið er 55 metrar lang, og har vit hittu eigaran, Jóannes Niclasen. Læknafelag Føroyar rópti í vár varskóg um støðuna í føroyska heilsuverkinum og ger tað framhaldandi. Orsøkirnar eru nú, eins og í vár, álvarsliga læknatrotið og ov lítil játtan til heilsuverkið, sum hóttir við at máa støðið undan føroyska heilsuverkinum. Felagið hevur biðið búskaparfrøðing kannað tølini, sambært tíðindaskrivinum Kanningin vísir, at vit í Føroyum hava stórt læknatrot ísamanborið til onnur Norðurlond og í mun til Europa. Bert Grønland er verri fyri enn vit. Tørvur er á umleið hálvthundrað læknum. Og í metingini hjá Føroya Læknafelag, brúka vit í Føroyum góðar 300 milliónir krónur minni uppá heilsuverkið enn danir brúka og nógv minni enn norðmenn brúka í mun til fólkatalið. Tað er sera týdningarmikið, at starvsfólk á stovnum og skúlum hava breiða vitan á økinum, fyri at kunnu avdúka tørvin hjá einum barni við autismu. Autismuspektrið er sera breitt, og tískil er neyðugt, at atlit verður tikið fyri tørvinum hjá tí einstaka. Tíverri eru fleiri dømi um, at sein staðfesting av brekinum hevur viðført drúgvar líðingar hjá teimum, ið bera brekið og teirra familjum. 88 prosent av samlaðu søluni av tónleiki í Danmark nú er talgilt, vísir uppgerð yvir søluna av tónleikafløgum fyrstu seks mánaðirnar í ár, sambært ifpi , samtakinum hjá donsku tónleikavinnuni. Sølan stavar annaðhvørt frá stroymingtænastum ella frá at tónleikur verður tikin niður á netinum. Bara 12 prosent av inntøkunum stava sostatt frá sølu av fysiskum vørum so sum fløgum og plátum. Minkingin í fløgusøluni gevur ábending um stóru kollveltingina, sum er hend seinastu árini, har tænastur sum Spotify, Wimp og AppleMusic er komnar á marknaðin. Fyri fimm árum síðani var stroyming marginal inntøkukelda fyri tónleikafeløgini. Í dag stendur stroymingin fyri 72 prosentum av inntøkunum hjá tónleikafeløgum frá innspældum tónleiki. Tað er ein undrunarverd gongd, sum vísir, at bæði tónleikavinnan og brúkarin eru farin nýggjar leiðir seinastu árini, sigur stjórin í tónleikasamtakinum, ifpi, Jakob Pleisner Mathiassen. Samanborið við fyrra hálvár í 2014, er sølan av fløgum nú minkað við 35 prosentum og talið av download er minkað við 13 prosentum. Hinvegin eru inntøkur fyri stroyming vaksnar við 14 prosentum. Samlaði søluinntøkan er hækkað við 0,4 prosentum, og tað svarar til 186 milliónir krónur. Føroyski sjónleikarabólkurin Det Fer sche Compagnie, hevur fríggjakvøldið 21. august, heimsfrumframførslu av nýggjum leiki, sum er bygdur á bretsku hersetingina av Føroyum undir Øðrum Veraldarbardaga. Leikurin eitur Operation Valentine. Allur heimurin broyttist undir II. veraldarbardaga og okkara lítlu oyggjar í norðuratlantshavi sluppu heldur ikki óskalaðar. 12. apríl í ár vóru 75 ár liðin síðani fyrstu bretsku hermenninir stiðju fótin á land í Føroyum. Operation Valentine, sum bretska hersetingin kallaðist, setti mong, mong spor í føroysku tilvitskuna og sjálvsfatanina. Tað var sum at 20. øldin frá degi til dags steig inn í lítla avbyrgda oyggjasamfelagið. Mentanarliga, hugsjónarliga, politiskt, fíggjarliga, tjóðskaparliga, kensluliga og ikki minst á kærleiksvíðvøllinum gjørdi Operation Valentine sítt innrás á fólkasálina bæði við álvara og gaman. Laufey Bláasvær, samskiftisráðgevi og Árni Gregersen journalistur,umrøða, hvussu byrjanin hjá Miðflokkinum hevur verið í valstríðnum. Løgreglan í Tailandi hevur sent út handtøkuboð eftir einum útlendskum manni, sum løgreglan í landinum orðar seg. Sóknast verður eisini eftir tveimum øðrum fólkum. Løgreglan send í morgun út eina eftirlýsing saman við eini eftirgjørdari mynd fyrr í morgun, har løgreglan segði seg ikki vita, hvør eftirlýsti maðurin er. Greinin heldur fram niðanfyri. Bumbumaðurin var uttan iva ikki einsamallur um álopini, sigur ein talsmaður fyri løgregluna við tíðindastovuna AP, sambært BBC News. Forsætisráðharrin í Thailandi, Prayuth Chan ocha, sigur, talan er um blóðugsta álopið í søguni hjá Thailandi. 20 fólk doyðu í bumbuálopinum mánadagin. Sálarfrøðingarnir á miðnámsskúlunum skulu arbeiða fyribyrgjandi og fanga trupulleikarnir hjá teimum ungu, áðrenn teir hópa seg upp. Tað skal ikki longur verða loyvt at innflyta pakkar til Føroya við virði undir 300 kónur uttan at gjalda mvg og toll, heldur Handilsvinnufelagið. Mitt í valstríðnum heitir føroyska handilsvinnan á politisku skipanina um at fáa javnsett føroysku handilsvinnuna við útlendska handilsvinnu. Handilsvinnufelagið heldur, talan er um ójavna kapping, og at mismunur er í kappingarfortreytunum, tá ið smærri pakkar úr útlandinum verða frítiknir fyri MVG og toll. Handilsvinnan sigur seg einki hava ímóti at fólk keypa á netinum. Hetta er eitt altjóða rák, sum er komið fyri at verða. Handilsvinnan ynskir bert, at tað skal vera undir somu treytum, sum tá keypt verður í Føroyum. Hóast tað er búskaparlig framgongd, so sæst eingin serligur vøkstur í handilsvinnuni. Innflutningurin í vinnuni stendur stórt sæð í stað, sigur Handilsvinnufelagið Handilsvinnufelagið kundi hugsað sær at vita, júst hvussu nógvir pakkar við einum virði undir 300 krónur koma inn í landið. Hetta er ikki møguligt, tí hvørki Posta ella TAKS fremja slíka skráseting. Felagið hevur tað grundsjónarmið, at antin er MVG á eini vøru, ella er tað ikki. Munur eigur ikki at vera á, um vøran er keypt í Føroyum ella úr útlandinum. Ógvusliga drápið, sum varð framt á 36 ára gamla Hjalmar Holm í einum húsum í Hvalba í fjør, endaði í dag, tá 24 ára gamli Gudmund Trúgvason varð dømdur 13 ára fongsulsrevsing fyri drápið. Har vóru ongar linnandi umstøður. Bæði yvirlæknin á Psykiatriska deplinum, sum mentalkannaði Gudmund Trúgvason, og danska rættarlæknaráðið eru samd um, at hann er ikki sinnissjúkur, og var tað heldur, tá hann stakk tann sovandi Hjalmar Holm 12 ferðir í hálsin og í ovara part av bringuni. Gudmund Trúgvason segði í rættinum í dag, at hann visti ikki, hví hann drap Hjalmar Holm. Hann kendi ikki Hjalmar Holm og kom av tilvild inn í kamarið, har Hjalmar Holm lá og svav. Meðan hann leitar sær hann ein køksknív, sum hann tekur og fer upp aftur á aðru hædd, har hann, sum hann segði, óprovokeraður stakk tann sovandi Hjalmar Holm eftir at hava roynt at vakt hann. Síðani vaskaði Gudmundur Trúgvason sær um hendurnar, hann vaskaði eisini knívin og legði hann á køksborðið, áðrenn hann fór til hús. Pápi hansara fann Gudmund Trúgvason við grótbrotið í Hvalba, og hann fekk tá at vita frá soninum, at hann hevði dripið ein mann, sum hann ikki vísti, hvør var. Ákæruvaldið kravdi í minsta lagi 13 ár. Verjin helt, at revsingin átti í mesta lagi at verða tíggju ár. Føroya rættur segði 13 ár, tí ákærdi maðurin uttan nakað fyrivarni játtaði seg sekan. Hann drap tilvitaður ein verjuleysan mann, 36 ára gamla Hjalmar Holm, sum hann stakk 12 ferðir í hálsin og í ovara part av bringuni við einum køksknívi. Dómurin er felagsdómur. Gudmund Trúgvason varð í oktober í 2012 dømdur 18 mánaða fongsulsrevsing fyri gerðir, sum vóru mettar at vera vandamiklar fyri onnur fólk. Men av serligum umstøðum vóru 12 av teimum 18 mánaðunum gjørdir treytaðir. Royndartíðin var tvey ár. Drápið í Hvalba hendi í august í fjør, í royndartíðini. Tí gjørdist treytaði parturin av dóminum frá 2012 virkin aftur í gjár, og teir 12 mánaðirnir, sum annars vóru treytaðir, eru við í dóminum, sum fall í gjárkvøldið. Dømdi maðurin skal eisini rinda sakarkostnaðin. Ikki varð nevnt, hvussu stórur, hann er. Á rættarfundinum í gjár boðaði ákærin frá møguligum endurgjaldskrøvum frá teimum avvarðandi hjá Hjalmari Holm. Gudmund Trúgvason varð eisini skuldsettur fyri at hótta tveir aðrar fangar við einum knívi í køkinum í Varðhaldinum í Mjørkadali tann 10. apríl. Hann noktaði seg sekan í hesi skuldseting. Og ákærin slepti skuldsetingini, tá rætturin góðtók at viðgera drápsmálið sum ájáttanarmál. Eftir hendingina í Mjørkadali varð Gudmund Trúgvason fluttur í Vestre fængsel í Keypmannahavn. Tað var í Vestre fængsel, sum hann 13. juli segði politinum, at hann játtaði seg sekan í manndrápinum í Hvalba leygarmorgunin 9. august í fjør. Tá var annars longu avgjørt at hava nevningating í Føroya rætti, sum skuldi byrja 31. august, tí skuldsetti maðurin tók ikki støðu til skuldarspurningin. Hann hvørki játtaði ella noktaði seg sekan, tí hann segðí seg einki minnast. Tá rættarfundurin varð settur í gjáramorgunin, var Gudmund Trúgvason framvegis skuldsettur fyri mánndráp. Ikki fyrr enn rætturin, tá hálvur triði tími var farin av rættarfundinum, kunngjørdi, at málið kundi viðgerast sum játtanarmál, varð skuldsetti maðurin ákærdur. Maðurin, sum eigur húsini, har drápið varð framt, varð eisini handtikin og skuldsettur fyri manndráp. Tað er vanligt í slíkum førum, tá politiið ikki veit, hvør hevur dripið. Tá verða øll, sum vóru á staðnum, tikin. Maðurin varð eisini fluttur til Havnar og skuldi í grundlógaravhoyring. Men beint áðrenn grundlógaravhoyringin skuldi byrja 10. august, varð hann latin leysur. Býurin Wick í Skotlandi, og Klaksvík, eru ikki longur vinabýir. Býráðslimurin Gail Ross, frá Caitness umráðnum í Skottlandi, hevur sent Klaksvíkar býráði bræv, har sagt verður, at so leingi føroyingar drepa grind, eru Klaksvík og Wick ikki vinabýir. Í gjár svaraði Klaksvíkar býráð brævinum úr Caitness. Um tað stendur til borgarstjóran, Jógvan Skorheim, so endar vinabýarsamstarvið við Wick. Her er talan um stórt netverk. Nógv fólk vóru uppií fyrireikingunum tey sum kannaðu gøturnar, gjørdu bumbuna og tey, sum vóru á staðnum og kendu rýmingarleiðina. Talan er í hvussu er um 10 fólk, sigur hann. Løgreglan hevur eftirlýst ein mann í gulari t shirt, sum varð sæddur á vakmyndatóli við Erawan Templið. Á myndunum sæst, at maður setur ein ryggsekk frá sær. Greinin heldur fram niðanfyri. Teilendska løgreglan leitar eisini eftir tveimum monnum, sum stóðu frammanfyri mannin við ryggsekkinum, tá hann legði ryggisekkin undir ein bonk á staðnum. Bumban brast í hinduistiska halgidóminum, Erawan, mánadagin. 22 fólk lótu lív í atsóknini. Enn hevur eingin tikið ábyrgd fyri atsóknina. Tá politiið kom í húsini í Hvalba leygardagin 9. august í fjør eftir at hava fingið fráboðan um, at har var ein dripin maður, lá ein maður og svav í stovuni við síðuna av rúminum, har sum deyði maðurin lá. Sovandi maðurin eigur húsini, og hann visti av ongum, tá politiið vakti hann. Maðurin varð handtikin og skuldsettur fyri manndráp. Ta skuldsetingina hevði hann hangandi á sær líka til fyri tíggju døgum síðani, tá hann fekk at vita, at skuldsetingin var ógrundað. Linda Hesselberg, ákæri, sigur soleiðis um skuldsetingina. Jógvan Páll Lasssen, verji hjá manninum, sum var skuldsettur í 11 mánaðir, sigur við Útvarpið, at hann er í ferð við at fyrireika endurgjaldskrav fyri ógrundaða skuldseting og møguligt rættarmál um allan tann ampa og miss, sum maðurin hevur havt av málinum. Microsoft mælir øllum, ið brúka Windows 7, 8 og 10, til at dagføra stýrisskipanina, tí eitt álvarsamt trygdarhol er funnið í teimum trimum stýrisskipanunum Teldusníkar kunnu misnýta telduna hjá tær, og yvirtaka telduna, eftir at eitt nýtt trygdarhol er funnið í Internet Explorer kaganum, skrivar Ingeniøren . Vanliga sendir Microsoft dagføringar út annanhvønn týsdag. Trygdarholið, ið nú er funnið, noyðir kortini Microsoft at senda út eina dagføring í skundi. 169 fólk stilla upp til løgtingsvalið tann 1.september, eitt fleiri enn á valinum í 2011. Eingin flokkur brúkar møguleikan at hava 43 fólk á listanum, tíggju fleiri enn tingfólk eru. Tjóðveldi hevur 31 valevni hesaferð, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin hava 30, Fólkaflokkurin 28, Nýtt sjálvstýri og Framsókn 17 og Miðflokkurin hevur 16 valevni á sínum lista. Politisku flokkarnir kunnu stilla upp í mesta lagi 310 fólk. Hvør flokkur kann stilla upp 43 fólk, 10 fleiri enn løgtingsfólkini eru. Allir listarnir verða kunngjørdir í bløðunum í næstu viku. Fiskimálaráðið skal viðurkenna, at grindalógin er ógildug, krevur Henrik Weihe Joensen, ráðgevi í trygdar og verju og tilbúgvingarmálum, ið hevur stevnt Fiskimálaráðnum. Løgtingið hevur ikki lóggávuvald at seta í gildi nýggjar reglur í løgtingslóg um virksemi hjá politinum, sum snúgva seg um inntriv mótvegis persónum og lutum, skrivar hann í tíðindaskrivi til miðlarnar í dag. Løgtingið hevur sambært heimastýrislógini lóggávuvaldið í yvirtiknum málum. Politiið er felagsmál og tí er tað Fólkatingið, sum hevur lóggávuvaldið viðvíkjandi politinum. Uppáhaldið um, at grindalógin er ógildug kemst av, at grein 10 og 11 í grindalógini eru tiknar beinleiðis úr donsku politilógini, sum ikki er galdandi í Føroyum. Hann metir hetta at vera prinsipielt mál, sum snýr seg um grundleggjandi viðurskifti, sum hava við fólkaræði og rættartrygdina hjá borgarum í Føroyum at gera. Framsókn ger størsta hálið í nýggjastu veljarakanningini. Framsókn fær 5,5 prosentstig fleiri atkvøður sambært kanningini, ið hevði givið flokkinum tvey løgtingsfólk afturat. Størstu afturgongdina hevur Fólkaflokkurin, ið sambært kanningini fer 4,2 prosentstig aftur samanborið við løgtingsvalið í 2011. Flokkurin hevði mist tvey løgtingsfólk. 1758 fólk vórðu spurd í veljarakanningini, ið varð gjørd 17., 18. og 19. august. Fynd gjørdi veljarakanningina fyri Kringvarpið og Miðlahúsið. Kanningin fer væntandi at hava við sær, at tilmælini um geva bróst verða broytt, sigur Pál Weihe, sum stendur á odda fyri kanningi saman við Syddansk Universitet, Lærda háskúlan í Keypmannahavn og Harvard University í USA. Tað hevur við sær, at grikkar fyri aðru ferð í ár skulu á tjóðartingsval. Tsipras og vinstrasinnaði flokkur hansara, Syriza, vunnu stórsigur á valinum í januar, men longu nú kennir hann seg noyddan at útskriva val aftur. Alexis Tsipras heldur, at fólki nú má taka støðu til, um hann hevur gjørt eina nóg góða avtalu fyri framtíðina hjá Grikkalandi. Tí segði hann í sjónvarpinum hóskvøldið, at tað er hansara moralska skylda at útskriva nýval. Alexis Tsipras er enn vælumtóktur millum grisku veljararnar, men tað verður væntað, at hann fer at fáa harða mótstøðu í komandi vali, eisini frá fólki í sínum egna flokki. 43 av 149 tingfólkum hjá Syriza atkvøddu nevnliga ímóti ella valdu ikki at atkvøða fyri avtaluni, sum mátti fáa atkvøður fra andstøðuni fyri at blíva samtykt. Griska valið verður væntandi tann 20. september. Nýggja Sjálvstýri hevur hevur fægst kvinnur á listanum. Tvær kvinnur og 15 menn. Framsókn hevur lutfalsliga flest kvinnur á listanum, átta kvinnur og níggju menn. 36.458 fólk hava valrætt 1. september, 851 fleiri enn 29.oktober í 2011, tá val var seinast Hesa ferð sleppa 670 lesandi uttanlands at velja, tey vóru 425 í 2011. 58 valstøð eru. Størsta valstaðið er Ítróttarhøllin á Hálsi í Havn, har sum 12.464 fólk kunnu velja. Minsta valstaðið er skúlin í Mykinesi við 12 veljarum. Grein 19 nevndin hjá Løgtinginum, sum kannaði Eik grunnin og eftirlitið við grunninum, mælir til at umhugsa lóggávu um aðrar serligar kanningarnevndir enn tær, sum ber til at seta í Føroyum nú. Víst verður til donsku lógina frá 1999 um kanningarnevndir, har sum løgmálaráðharrin velur fólk í kanningarnevndir og fólk, sum spyr ella avhoyrir í nevndini ella í rættinum. Grein 19 nevndin mælir eisini til at endurskoða lógirnar um sparikassagrunnar og eftirlit við teimum og dagføra lógina um vinnurekandi grunnar, so hon verður greiðari enn hon er nú. Lóggávan um sparikassagrunnar má gerast greiðari fyri at sleppa undan misskiljingum og skeivum tulkingum, og sparikassagrunnar eiga at koma undir meira útgreinað eftirlit eins og er við bankunum. Slíkar skerpaðar reglur eiga eisini at verða settar í verk fyri onnur stór fíggjarsamtøk, sum eru skipað eftir øðrum reglum enn vinnugrunnalóg og lógini um fíggjarligt virksemi. Grein 19 nevndin heldur eisini, at Føroyar mugu hava lóggáva um grunnar, sum ikki eru vinnurekandi. Grein 19 nevndin fýlist á, at hon fekk ikki tilfar, sum hon bað um úr Danmark. Peningastovnarnir í Føroyum eru undir danskari lóg. Tær lógir, sum geva innlit í bankamál, geva eftir danskari meting ikki føroysku Grein 19 nevndini rætt til innlit. Grein 19 nevndin hevur ikki somu meting. Hon mælir til at skapa greiðari lógargrundarlag fyri at tryggja, at Grein 19 nevndir í framtíðini fáa innlit í skjøl hjá donskum myndugleikum, hóast talan er um málsøki, sum ikki eru yvirtikin. Tjóðveldi er eisini móti flatskattinum, men flokkurin lovar ikki longur, at hann fer at broyta skattaskipanina, sum samgongan setti í verk. Umboð fyri Sosialistisk Ung, Ungt Tjóðveldið, HUXA, Ungmannafelagði Samband og Framsøkin Ung vóru í morgunsendingini í morgun og prátaðu um evnið. Makedónia varð í gjár noytt at lýsa undantaksstøðu við markið har suðuri í landinum, eftir at túsundtals flóttafólk í Grikkalandi royndu at flýggja um markið. Myndugleikarnir í Makedónia meta, at 44.000 flóttafólk, ið eru komin í bátum um Miðjarðarhavið seinasta mánaðin, eru flýdd um markið har suðuri í Makedónia, har ruðuleiki valdar. Vit vilja til Týskland, so vit kunnu byrja eitt nýtt lív. Fullkomin ruðuleiki valdar í Sýria, har alt er oyðilagt, sigur ein kvinna, ið er flýdd úr Sýria við familjuni, sambært AP. Greinin heldur fram niðanfyri. Fleiri flóttafólk, ið royna at flýggja úr Grikkalandi, hava fingið skaða í samanbrestunum við makedonsku løgregluna, skrivar tíðindastovan, AP. Síðani januar eru 160.000 flóttafólk komin til Grikkalands, sambært ST. Bert tann seinasta mánaðin eru 50.000 flóttafólk komin til Grikkalands metir ST. Peningurin, ið kirkjufólkið í Tjørnuvík hevur latið kirkjuni, fer helst ikki til tað endamálið, peningurin upprunaliga varð ætlaður til. Innbrot hevur fyrr í vikuni verið í kirkjuni í Tjørnuvík, har allur peningurin í kirkjubússuni varð stolin, boðar løgreglan frá á Facebook. Greinin heldur fram niðanfyri. Løgreglan vil fegin hoyra frá fólki, ið kunnu geva løgregluni upplýsingar, ið kunnu føra til, at innbrotið verður loyst, sigur løgreglan í fráboðanini, ið varð send út fyri løtu síðani. Tá man letur hundin ganga fyri seg sjálvan, hevur hann ein annan atburð, tí tá skal hann verja seg sjálvan, og tað ger hann við hundaman r, sigur Fríða Matras Brekku, nevndalimur í Hundaeigarafelag Føroya, Huff. Tað er týdningarmikið at eigarin venur hundin við ferðslu, børn og onnur djór, men tað krevur eisini, at eigarin er tilstaðar allatíð, og tískil ikki letur hundin renna leysan úti. Námsfrøðilesandi á Setrinum, sum ikki sleppa í starvsvenjing, tí Føroya Pedagogfelag og Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum eru ósamd, umhugsa nú av berum vónloysi at fara í farloyvi. Eg eri bangin fyri, at mín útbúgving ikki verður tikin í nóg stórum álvara og nóg mikið vird, sigur Annika Ole Jacobsen ein av teimum lesandi, ið umhugsar at søkja farloyvi við útvarpið . Hon er kortini ikki einsamøll. Umleið helvtin av flokkinum hjá Anniku Ole Jacobsen umhugsar í løtuni at fara í farloyvi, so leingi ósemjan partarnar millum ikki er loyst. Ósemjan botnar í einum stríði millum teir báðar partarnar um, hvussu stór ella lítil viðbótin fyri at taka ímóti námsfrøðilesandi í starvsvenjing skal vera. Í løtuni er viðbótin til lesandi 21 krónur um tíman. Viðbótin átti at verið 80 krónur um tíman, heldur Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum. Tí sjónarmiðnum er hin parturin í ósemjuni ikki samdur í. Viðbótin er longu ov høg og skuldi verið lækkað, heldur Snorri Fjallsbak, stjóri á Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum, ið situr hinumegin samráðingarborðið. 135 námsfrøðilesandi eru ávirkað av ósemjuni millum Lønardeildina og Pedagogfelagið. Lønardeildin ætlar ikki at gera meira við málið áðrenn sáttmálasamráðingarnar 1. oktober. Tveir advokatar, sum umboðaðu kreditorar hjá Faroe Seafood, hildu, at samsýningin, sum bústjóratoymið innstillaði til Skiftirættin, er ov stór. Samsýningin er seks milliónir og 130.000 krónur Skiftirætturin boðaði frá, at hann tekur avgerð um tann spurningin tann 11. september. Men av tí at ivi varð reistur um arbeiðið hjá bústjórunum, bæði at tað kostar ov nógv og hevur tikið ov langa tíð, bar ikki til at góðkenna búroknskapin í dag. Øll lønarkrøvini móti trotabúnum, 650 í tali, eru viðgjørd. Lønarkrøvini hava framíhjárætt til pengar úr trotabúgvum. Fólk fáa tað, sum tey, ella fakfelag teirra, kunnu skjalprógva, at tey eiga til góðar. Góðtaka bústjórarnir kravið, innstilla teir kravið til góðkenningar í Skiftirættinum. Alt hetta er at kalla liðugt í trotabúnum Faroe Seafood. Eftir eru so vanligu krøvini. Í trotabúnum Faroe Seafood eru hundrað vanlig krøv, okkurt um 80 milliónir krónur Tey fáa stívliga ein fjórðing av tí, tey eiga til góðar, tí fleiri pengar eru ikki eftir í búnum. Í kunngerðini um fundin í Skiftirættinum í dag stóð, at divendan, býtispeningurin, er 26,3 prosent til vanligu krøvini, men endaliga talið verður eitt øðrvísi enn tað. Stóra fiskivinnufyritøkan Faroe Seafood fór á húsagang fyrst í desember í 2010, eftir nakrar miseydnaðar royndir tá um heystið at fáa nýggjar íleggjarar at seta pengar í felagið ella keypa tað fyri at sleppa undan húsaganginum. Millum annað vóru samráðingar við eitt samtak hjá Varðanum, Framherja og íslendska Samherja. Upplýst varð í Skiftirættinum, at eitt grannskoðaravirki og eitt advokafelag fingu góðar 280.000 krónur fyri at vera við í hesum royndum at bjarga samtakinum. Í sendingini umrøða Høgni Rasmussen, ið hevur arbeitt við samskifti og marknaðarføring, og Sveinur Tróndarson, journalistur og blaðstjóri á Dimmalætting, byrjanina hjá Framsókn í valstríðnum. Avgerðin er grundað á samlaða meting av umstøðunum í málinum og eisini, tí at tað ikki kann vísast aftur, at skiparin á Sam Simon trúi, at skipið hevði fingið enda um skrúvuna og tí ikki kundi sigla av staðnum. Ákæruvaldið hevur samstundis avgjørt at steðga kanningunum í málinum, har Sea Shepherd hevur meldað tríggjar ungar menn fyri at tveita ein enda um skrúvuna á Sam Simon, tí eingin rímilig ábending er um, at nakað revsivert er farið fram, stendur í tíðindaskrivi frá løgregluni. Danska stjórnin vil hav heimild til at seta í verk tilvalsskipan, har Fólkatingið leypandi kann samtykkja, hvørji øki innan rættarsamstarvið við ES, Danmark vil verða við í. Broytingin er átroðkandi, tí rættarfyrivarnið hjá Danmark kunnu millum annað viðføra, at danska løgreglan um skamma stund verður blakað úr evropiska løgreglusamstarvinum, EuroPol. Á løgmansskrivstovuni í Tinganesi hava fólk, sum arbeiða við lógarmálum, arbeitt við spurninginum, men enn er ov tíðliga at siga nakað, verður sagt á løgmansskrivstovuni. Hoyr innslagið, har Eir Nolsøe tosar við Suna Petersen, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni, Janus Hansen, lívfrøðing, og Jacob Vestergaard, landsstýrismann. Kringvarpið hevur fingið innlit í grannskoðarafrágreiðing fyri Íverksetarahúsið, sum Spekt hevur gjørt fyri nevndina fyri Íverksetarahúsinum. Í síni gjøgnumgongd av bókaðu rakstrarútreiðslunum hjá Íverksetarahúsinum, dagfest 11. august, staðfestir Jóhannes Færø, ríkisgóðkendur grannskoðari hjá Spekt, at Rani Nolsøe, fyrrverandi stjóri í Íverksetarahúsinum, hevur goldið fyri eina uttanlandsferð hjá konuni við pengnum hjá Íverksetarahúsinum. Hann hevur somuleiðis goldið fyri umvælingar av privata bilin sínum fyri 22.000 krónur við pengum hjá Íverksetarahúsið. Tað eru beinleiðis orsøkirnar til, at Rani Nolsøe varð sendur til hús og ikki longur er stjóri fyri Íverksetarahúsinum í Klaksvík, váttar Regin W. Dalsgaard, formaður í nevndini fyri Íverksetarahúsinum hoyr samrøðu . Rani Nolsøe sjálvur vísir til tíðindaskrivi, hann sendir út í vikuni. Hann sigur eisini í stuttari viðmerking, at nevndin fyri Íversetarahúsið og hann eru samdir um at vera ósamdir um nøkur viðurskifti. Ein fráfaringaravtala er gjørd millum partarnar, ið eru farnir hvør til sítt, og at málið annars er liðugt fyri hansara viðkomandi. Men sambært Regini W. Dalsgaard, nevndarformanni, so var Rani Nolsøe koyrdur frá fyri óheimilaða nýslu av pengunum hjá Íverksetarahúsinum. Formaðurin vísir til granskoðarafrágreiðingina hjá Spekt, har kemur fram, at Rani Nolsøe 14. apríl í fjør hevur goldið fyri eina ferð hjá konuna yvir konto ina hjá Íverksetarahúsinum. Ferðin er upprunaliga bókað at kosta 6.453 krónur, men verður bíligari, so prísurin fyri ferðina verður 4.660 krónur. Viðvíkjandi ferðaseðli hjá konu stjórans í sambandi við European Business Game í Italia, hava vit ikki í sambandi við okkara gjøgnumgongd av bóhaldsskjølunum sæð nakra grundgeving fyri, at hesar útreiðslur viðvíkja rakstri grunsins. Sama gjøgnumgongd av rakstrarútreiðslunum hjá Íverksetarahúsinum vísir eisini, at 22.000 krónur er brúktar til beinleiðis umvælingar av privata bilinum hjá Rana Nólsøe, fyrrverandi stjóra. Hetta er beinleiðis í ansøgn við setanarsáttmálaj hjá fyrrverandi stjóran fyri Grunnin Íverksetarahúsið frá 2007. Har er ásett at Hetta merkir, at stjórin fær koyripening og møgulig útlegg í hesum sambandi, eitt nú tunnilsgjald. Hetta merkir samstundis, at Íverksetarahúsið ikki rindar fyri aðrar bilútreiðslur hjá stjóranum, staðfestir Jóhannes Færøe, ríkisgóðkendur grannskoðari hjá Spekt, í sínari frágreiðing. Í innlitinum, ið Kringvarpið hevur fingið í málið umvegis vinnumálaráðið, sum fíggjar Íversetarahúsið við 1,1 millión krónur árliga, sæst eisini, at Rani Nolsøe, fyrrverandi stjóri í Íverksetarahúsinum, í einum maili verður konfronteraður við báðar viðmerkingarnar í protokollini fyri roknskapinum hjá Íverksetarahúsinum. Spurdur eftir einari ferðafrágreiðing fyri ferðina, har konan er við, sum skal innihalda eina lýsing av endamálinum við ferðini, nær ferðin var og hvør var við á ferðini, si gur Rani Nolsøe ikki, at konan var við. Hann svarar Vit hava broytt mannagongdir sambært viðmerkingini, sum hava við ferðing at gera. Talan er serliga um vitjanir, sum vit fáa frá útlandinum, tá vit sjálvi ferðast sera lítið. Vit eru í teirri støðu, at tørvurin á flutningi er alstórur. Fyri at spara útreiðslur, so hava vit brúkt privatbil sum arbeiðsbil í arbeiðstíðini til flutning av øllum møguligum útbúnaði og fólki til okkara mongu tiltøk. Í tí sambandi hevur Íverksetarahúsið goldið onkrar viðlíkahaldsútreiðslur. Kanningin, sum staðfestir, at eitrandi pfc sambond verða flutt við bróstamjólk frá móður til barn, broytir ikki tilmælið, hvørki hjá WHO ella danska heilsustýrinum. Hóast royndina at útvega heilsuverkinum meira pening ígjøgnum viðgerðartrygd, er kortini enn eingin avtala fingið í lag við donsku stjórnina. Samgongan sigur nú eisini, at heilsuverkið fær ikki nóg av peningi. Serfrøðingar halda, at heilsuverkinum tørvar nógv meiri pening, tí fleiri stórar avbjóðingar verða í framtíðini. Sambandsflokkurin fer til val at veita viðgerðartrygd fyri føroyskar sjúklingar, eisini í Danmark, men flokkurin hevur ikki nakra avtalu við donsku stjórinin. Tað kann gerast ein møtimikil uppgáva, heldur Kári Durhuus, journalistur og viðmerkjari. Loysing og samband er eitt av størstu kjakevnunum í føroyskum politikki. Hóast kjakið hevur lyndi til at liggja stirvið, stingur tað seg kortini upp av og á. Tað heldur Granskingarráðið, sum hevur lisið valskráirnar hjá flokkunum. Niðurstøðan er, at tað sum verður skrivað um gransking er hvørki serliga umfatandi ella ítøkiligt. Tað heldur Guðrið Andorsdóttir, sum er forkvinna í Granskingarnevndini. Granskingarráðið lat á vári 2013 landsstýrinum Tilmæli ætlan um verksetan og fokusøki av yvirskipaða granskingarpolitikkinum Vitan og Vøkstur, sum varð samtyktur av Vísindaráðnum á fundi 28. januar 2011. Hann skuldi vera galdandi fyri tíðarskeiðið 2011 2015. Tilmælið um verksetan var úrslit av drúgvum arbeiði, har granskingarstovnar og granskarar vóru við í allari tilgongdini. Í tilmælinum varð mælt til at raðfesta gransking á hesum fokusøkjum Hvussu fyrireika vit okkum at standa ímóti avleiðingum av veðurlagsbroytingum Hvaðani fáa vit orku í framtíðini Hvussu umsita og gagnnýta vit best tilfeingið í havinum Hvussu gagnnýta og menna vit okkara tilfeingi til nýggjar og fleiri vinnugreinar Hvussu finna og gagnnýta vit vitan um heilsu hjá menniskjanum Hvussu búgva vit fólkið til framtíðar avbjóðingar Tað var um fimm tíðina seinnapartin í gjár, at ein 26 ára gamal maður knappliga byrjaði at skjóta við einari Kalasnikhov riflu í snartokinum millum Amsterdam og París. Í eini 15 sekund skjeyt maðurin rundanum seg, men so eydnaðist tað trimum monnum at avmanna hann. Vit hoyrdu eitt skot og hoyrdu glas brotna aftanfyri okkum og sóu starvsfólk í tokinum renna framvið okkum eftir gongini í tokinum, sigur ein av teimum trimum monnunum, Anthony Sadler, við AP tíðindastovuna. Teir tríggir menninir, sum eru barndómsvinir, lupu fram og fingu skrykt rifluna frá 26 ára gamla manninum og lagt hann niður. Trý ferðafólk blivu særd av skotum, tvey teirra illa særd, siga franskir myndugleikar. Ein av teimum trimum amerikanarunum varð særdur, tá gerningsmaðurin stakk hann við knívi. Hann er tó ikki í lívsvanda. Hendingin hevur vakt ans víða um. Fronsku myndugleikarnir eru sera takksamir. Franski innanríkisráðharrin, Bernard Caze neuve, hevur heilsað upp á menninar og givið teimum heiðurstekn fyri dirvið. Tað ber til at gera skipanir í Mykinesi, soleiðis at lundalandið og náttúran ikki verða so nógv ávirkað av ferðafólkastreyminum. hetta kann millum annað gerast við at gera avmerktar gøtur og at fáa fleiri ferðaleiðarar. Tað sigur Maria Gunleivsdóttir Hansen, lívfrøðingur og samskipari á verkætlanini við Ramsar økjunum í Føroyum. Ramsar er ein millumlanda sáttmáli, sum áleggur limalondunum at verja náttúruna, eitt nú fuglabjørgini. Mykines, Skúvoy og Nólsoy eru góðkendar Ramsar oyggjar. Fólk, sum búgva í Mykinesi, hava gjørt vart við viðurskiftini við ferðafólkunum, at viðurskiftini eru sera óskipað og at ferðafólkini ótarnað ganga gjøgnum lundalandið. Bob Barker loysti úr Bremen í Týsklandi klokkan 11 30 í gjár, og siglur nú 11 fjórðingar um tíman beinakós móti Føroyum. Bob Barker er í løtuni í Norðsjónum. Við verandi ferð, so verður Bob Barker í Føroyum fyrrapartin mánadagin. Bob Barker er 52 metrar langt, og 10 metrar breitt. Hetta skrivar heimasíðan. Klokkan 14.33 í dag var Bob Barker stæddur her Líkindini eru so lítil fyri at finna spor frá stuldinum, men hetta er góð venjing fyri hundin og eigaran, sigur Fríðhild Debess. TF Holding og Fíggjarligt støðufesti gjørdu í 2011 parteigaraavtalu um, at TF Holding hevur forkeypsrættin til tey 30 prosentini av Eik banka fyri 293 milliónir krónur Men 15. august segði stjórin í Fíggjarligum støðufesti, Henrik Bjerre Nielsen, við Útvarpið, at forkeypsrætturin er ikki meira bindandi enn so, at bjóðar onkur hægri enn TF Holding, og TF Holding ikki er sinnað at lata so nógv, so fær hin íleggjarin tey 30 prosentini. Atli Gregersen hevur leikbann, Bárður Hansen skal upp til sveinaroynd sum elektrikari, Johan Troest er skaddur, og tað er sera ivasamt, hvussu Sonni Ragnar Nattestad er fyri, nú hann er givin í Vejle og venur fyri seg sjálvan í Føroyum. Lars Olsen, landsliðvenjari, er tó róligur. Hann hevur úttikið nakrar royndar landsliðsleikarar at fylla plássini í verjuni. Talan eru um Rógva Baldvinsson úr lg rd í Noregi, Jónas Tór Næs úr B36 og Erling Jacobsen úr Víkingi. Stóri spurningurin er tó, um Sonni Ragnar Nattestad verður á liðnum, sum fer á vøllin móti Norðurírlandi. Nýggir í hópinum eru eisini Víkinga leikararnir Hanus Jacobsen, ið spælir á vinstra bakki, og áleyparin Finnur Justinussen. Tað byrjaði við einum innbroti í Tjørnuvíkar kirkju, men tað steðgaði ikki har. Seinastu vikuna hevur verið brotið inn í tilsamans fýra føroyskar fólkakirkjur. Løgreglan hevur onga slóð at elta aftaná innbrotini, sigur Hallgrím Hansen, vaktleiðari á politistøðini, í samrøðu við útvarpið í morgun. Hesa seinastu vikuna er brotið inn í kirkjurnar í Tjørnuvík, Norðskála, Hvannasundi og Sandavági. Í øllum innbrotunum eru kirkjubússurnar tømdar fyri pening. Politisku leiðararnir í Fraklandi og Týsklandi, Francois Hollande og Angela Merkel, skulu í dag á kreppufund um, hvat Evropa skal gera við avbjóðingina við tey nógvu flóttafólkini, sum koma til Evropa. Franski forsetin og týski samveldiskanslarin skulu millum annað tosa um kvotur fyri flóttafólk og tilflytarar, váttar franski innanríkisráðharrin, Laurent Fabius, fyri Reuters tíðindastovuni. Ein kelda í fronsku forsetaborgini sigur við fronsku tíðindastovuna, AFP, at avgerðirnar, sum higartil eru tiknar í ES ikki eru nøktandi, ikki eru nóg skjótar og loysa ikki uppgávuna. Støðan loysir ikki seg sjálva, sigur keldan. Í juni vístu limalond í ES aftur uppskotið frá Jean Claude Junkcker, formanni í ES nevndini, um at seta í verk kvotur fyri, hvussu túsundtals fóttafólkini, sum streyma serliga til Italia og Grikkaland skulu býtast millum londini í Evropa. Á fundinum í dag fara Hollande og Merkel at tosa um ynskini hjá stjórnum teirra um at fara longri fyri at fáa semju um strategi, sum millum annað fevnir um politikk fyri friðskjót, og fyri at seta í verk ein meiri fullkomnan evropiska politikk, sigur keldan á fronsku forsetaborgini. Sambært kelduni fara Merkel og Hollande at hava ein lista yvir lond, hvørs ríkisborgarar ikki fara at verða tiknir sum umsøkjarar um friðskjól uttan so, at óvanlig persónlig viðurskifti tala fyri hesum. Higartil hevur ikki eydnast at gera slíkan lista í ES høpi. Angela Merkel og Francois Hollande skulu eisini tosa um, hvussu ES kann hjálpa til at seta í verk móttøkumiðstøðir í Grikkaland og Itala fyri at hjálpa til við at eyðmerkja tey, sum søkja um friðskjól og tilflytarar, sum skulu sendast heimaftur. Seinast mánaðin eru 107.500 fólk komin til ES londini. Talið veksur væntandi næstu mánaðirnar, skriva tíðindastovurnar, Ritzau og AFP. Tær hava gjørt tað fyrr ikki minni enn fimtan ferðir fyrr. Besta kvinnuliðið í fótbólti hjá Klaksvíkar Ítróttarfelagi, og í gjár gjørdu tær tað so aftur. KÍ kvinnurnar tryggjaðu sær í gjár enn eitt FM heiti, og enn eitt nýtt met, tá tær á heimavølli á Djúpumýru í Klaksvík vunnu 6 0 á liðnum hjá ÍF Víkingi. Við sigrinum í gjár hevur besta kvinnuliðið hjá KÍ sostatt vunnið føroyameistaraheitið 16 ferðir á rað. Liðið hevur vunnið 15 dystir í ár, og spælt ein javnan. Kvinnurnar hjá KÍ hava 46 stig, nú tær hava spælt 16 dystir. Nummar tvey í kappingini er EB Streymur Skála við 30 stigum fyri 15 dystir. Í nógv ár hava so at siga eingir tilburðir verið staðfestir av kynssjúkuni syfilis. Men nú er álvarsliga kynssjúkan aftur um at gerast trupulleiki í Grønlandi, skrivar blaðið, Sermitsiaq . Tríggir læknar á sjúkrahúsinum í Nuuk rópa nú varskó, eftir at talið av fráboðanum um syfilis er vaksið. Teir stúra fyri, at nýggj syfilis farsótt kann fara at herja í Grønlandi. Samstundis mæla tey til, at myndugleikar og heilsstarvsfólk seta í verk fyribyrgjandi tiltøk og royna at fáa samband við tey, sum eru smittað og tey, sum tey hava verið saman við. Teir tríggir læknarnir hava júst almannakunngjørt frágreiðing um evnið í enska læknatíðarritinum, International Journal of Circumpolar Healt, sum partvís arbeiðir við heilsuviðurskiftum í Arktis. BMW Føroyar er áhugafelag fyri fólk sum eiga og hava áhuga fyri BMW. Endamálið er at økja um áhugan fyri BMW í Føroyum og at skipa fyri felags tiltøkum, so sum felags koyritúrum og treffum. BMW bilar eru kendir fyri at hava góðar og dynamiskar koyrieginleikar. BMW Føroyar er sum nú er einasta biláhugafelag við ávísum bilmerki sum einasti felagsnevnari . Tað eru bæði fyrimunir og vansar við kommunusamanleggingum, halda Jógvan í Skorini, borgarstjóri á Eiði, og Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu. Teir báðir borgarstjórarnir eru grundleggjandi ósamdir um spurningin. Einki bendir á, at Eiðis og Sunda kommuna kasta saman í bræði. Eg havi fingið propp av proppum, og nú má okkurt gerast, sigur Sunneva Ludvig, kommunuskrivari í Hvannasunds kommunu, ið hevur tikið stig til undirskriftinnsavning at fáa gjørt okkurt við tunlarnar norður um fjall. Sunneva Ludvig sigur, at alsamt fleiri, størri og tyngri bilar koyra ígjøgnum tunlarnar, og tað hevur havt við sær nógvar proppar í summar. Hetta kann verða vandamikið, og órógvar sera nógv gerandisdagin hjá borgarunum ið búgva norðuri um fjall, vinnuna og ferðavinnuna, heldur Sunneva Ludvig. Javnstøðupolitikkur hevur til endamáls at tryggja javnstøðu millum kvinnur og menn í samfelagnum. Í hesum sambandi verður ofta tosað um kynskvoteringar, sum merkir, at so og so nógvir sessir í nevndum ella annað verða oyramerktir til antin mann ella kvinnu. Í ár hevur javnstøðulógin í Føroyum 20 ár á baki, og eisini er tað 100 ár síðani kvinnur fingu atkvøðurætt. Men eru vit komin á mál á javnstøðu økinum í Føroyum, ella hava vit yvirhøvur ein javnstøðutrupulleika Hanus Samró, HUXA, og Oda Strøm, Sosialistisk Ung, kjakast um hetta. Sandavágs kirkja hevur seinastu árini staðið opin alt summarið, men nú má støða takast til, um hon skal steingjast, ella bússur og kirkjusilvur læsast niður, tá eingin gudstænasta er. Tað hevur ikki verið so nógv at hoyrt um fólkaskúlan í valstríðnum, men tað er kanska tí, at hetta evnið við orðunum hjá formanninum í Lærarafelagnum er politiskt spreingievni. Eitt, sum politikarar nevnliga mugu taka støðu til í framtíðini, er, um teir dýru, smáu skúlarnir skulu leggjast saman í størri eindir. Úrslitið hjá Bakkafrosti í fyrra hálvárinum 2015 var 323 milliónir krónur eftir skatt í ár og 213 milliónir í fyrra hálvári 2014. Serliga annar ársfjórðingur var góður hjá Bakkafrosti. Hann var 43 prosent betri enn annar ársfjórðingur í fjør. Bakkafrost tók 14.182 tons av laksi í øðrum ársfjórðingi, tað mesta nakrantíð í einum ársfjórðingi. Allar deildir í samtakinum høvdu avlop í øðrum ársfjórðingi. Deildin, sum ger lidnar vørur, gjørdi 5.064 tons, og Havsbrún keypti 86.000 tons av fiski í øðrum ársfjórðingi. Bakkafrost væntar at gera íløgur fyri 550 milliónir krónur í ár. Tað kunnger Sea Shepherd í morgun. 21 fólk eru við Bob Barker, teirra millum er 11 ES borgarar. Bob Barker kom á Sund úr Bremerhaven á middegi í gjár. Í gjár segði Andrass Marr Poulsen, varapolitiinspektørur, við Útvarpið, at fólkini um borð á Bob Barker kunnu kæra avgerðina hjá løgregluni í Føroyum. Sea Shepherd hevur kært. Men sum Andrass Marr Poulsen segði, hevur kæran ikki steðgandi virknað. Avgerðin hjá løgregluni um avvísing stendur tí við, hóast hon er kærd. Føroyski útflutningurin var 230 milliónir krónur hægri fyrra hálvár í ár, í mun til somu tíð í fjør, skrivar Hagstovan á heimasíðuni. Útflutningurin av uppsjóvarfiski meir enn tvífaldaðist í krónum, meðan nøgdin var helvtina størri enn í fjør. Talan var um 87.000 tons, fyri 527 milliónir krónur Útflutningurin av botnfiski vaks nógv í virði, men nøgdirnar minkaðu. Fyri fyrstu ferð í langa tíð er útflutningurin av alifiski ikki vaksin. Hóast minkingina er alifiskurin framvegis ein sera stórur partur av útflutninginum, og fyrstu 6 mánaðirnar er laksur 43 av samlaða útflutninginum av fiskavørum. Fyrra hálvár í fjør var laksurin 50 . Tað byrjaði við einum hugskoti at fara yvir um hav at lurta eftir Merle Haggard, og so tóku tær báðar, Kristina og Evi, eitt sindur arbeiði við, so tær hava bæði lurtað eftir Merle Haggard, sungið á palli saman við Vince Gill, og Evi hevur verið í studio og gjørt innspælingar til komandi fløguna. Í hesari seinru sendingini úr Vágum, síggja vit tað, sum eftir er av offisermessuni hjá Royal Air Force í Vatnsoyrum vit hava verið á flúgvarabedingini við Leitisvatn vitjað gamla flogtornið og stóra S.O.R bygningin skamt frá flogvøllinum ein bygningur, hvørs gerandisdagur hevði stóran týdning undir Seinra heimsbardaga. Eisini umrøddu vit fjøruvegin í Sørvági ið kanska er størsta krígsminni í Føroyum, Leitishúsini, og kanónstøðirnar, ljóskastarahúsið og sermerkta funkisbygningin við torni vesturi í Bø. Eisini vitja vit uppi á Mýrunum í Sørvági, har størsta legan hjá bretska herinum var eins og vit hava verið í signalhúsinum, ið stendur í bønum skamt frá flogvøllinum, og hvørs søga er bæði hugvekjandi og sermerkt. Leygardagin verður árliga harmonikutreffið í Fuglafirði. Men í mun til undanfarnu ár, verður harmonikutreffið samstundis við, at mentanardagar eru í Fuglafirði. Innbrotini í føroysku kirkjunum halda fram. Aftur í nátt hava innbrotstjóvar gjørt um seg, og í hesum førinum gekk tað útyvir eina kirkju í Vágum. Vágaportalurin skrivar, at óbodnir gestir í nátt hava verið á vitjan í kirkjuni í Miðvági. Tær báðar kirkjubússurnar vórðu brotnar upp, og peningurin í teimum stolin. Hinar fýra kirkjurnar, brotið hevur verið inn í seinastu vikuna, eru kirkjurnar í Tjørnuvík, Norðskála, Hvannasundi og í Sandavági. Í tríggjar dagar hava hoyvíksdamurnar, Laila Midjord og Ása Østerø, búðleikast í Tvøroyri. Og har vera tær eina løtu. Tær hava nevniliga fingið arbeiði hjá Varanum Pelagic. Hoyr meira í samrøðuni. Høgni Johannesen, úr Havn, er giftur við pakistanskari kvinnu, Shamilu, og tey eru farin til Thailands, fyri at vera so nær familjuni sum møguligt. 1. juni í ár búðu 48.881 fólk í Føroyum, vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni . Í 12 mánaða skeiðinum 1. juni 2014 til 1. juni 2015 var burðaravlopið 234 og nettotilflytingin 282. Hetta gevur ein fólkavøkstur sum er 516 fólk. Samanborið við síðstu uppgerð fyri 12 mánaðar skeiðið mai 2014 mai 2015 er burðaravlopið so at siga óbroytt. Fráflytingin er tó nakað størri og tilflytingin nakað minni, so nettotilflytingin er minkað úr 316 niður í 282 fólk. Vøksturin í fólkatalinum er tí eisini 33 fólk minni enn við síðstu uppgerð, skrivar Hagstovan. Hetta er ein spurningur, sum Føroya stiftsstjórn hevur sett sær fyri at kanna og fáa svaraðan. Stiftsstjórnin hevur tí verið í Bergen fyri at vita, hvussu tey gera har. Jógvan Fríðriksson, bispur, tekur á heimasíðuni fram spurningin, um gomlu friðaðu kirkjurnar í Føroyum fremst av øllum eru fornminni, har sum atlitini at fornminninum vinna á kirkjuni sum halgidómur í nýtslu. Í dag vilja limir í fólkakirkjuni, at kirkjan hevur møguleikan til sosiala samveru og átøk, sum seta onnur krøv til bygningin enn áður. Nútíðin krevur, at tey saniteru viðurskiftini eru í lagi. Vit eru í 2015 og ikki í 18. ella 19. øld eftir Kristi føðing, skrivar Jógvan Fríðriksson. Í Noregi eru lutfalsliga nógv færri kirkjur friðaðar enn í Føroyum. Løgreglan váttar, at brotið er eisini inn í kirkjuna í Miðvági, og at pengar eru tiknir úr tveimum bússum. Tað fekk løgreglan at vita í morgun. Frammanundan hevur løgreglan fingið boð um, at pengar eru tiknir í kirkjuni í Sandavági, Tjørnuvík, við Norðskála og í Hvannasundi. Vallyftini eru fjølbroytt, tey snúgva seg millum annað um happing, songartíðir og fríggjadagsbomm, og valevnini eru eitt nú Pippi Smokkuleggur og Herviligi Henry. Tað fer at bera til at atkvøða í vanligu upplatingartíðini fram til 1. september. Valseðil fæst á valstøðunum í Klaksvík, Havn og Runavík. Og vilt tú vita meira um val, so kanst tú lurta eftir barnaútvarpinum, sum frá nú og fram til valið týsdagin hvønn morgun klokkan 7.15 fer at viðgerð tað, at gerast valevni. Tey, sum verða vald í Løgtingið á løgtingsvalinum, noyðast nevniliga at taka avgerðina um, hvussu føroysk fiskivinna skal skipast eftir 2018, tá galdandi skipan fer úr gildi. Framsókn vil, at veiðirættindi verða seld á uppboðsølu, og at allur fiskur skal seljast víðari á einari aðrari uppboðssølu á landi. Nýtt Sjálvstýri fer til val við einum fiskivinnupolitikki, sum meira snýr seg um, at verandi skipan skal halda fram. Hon skal bara umsitast rættari, heldur Nýtt Sjálvstýri. Tað er millum annað í hjúnabandinum, at tað stendur á í løtuni, og kristni grundvøllurin er hóttur. Tað halda tey trý, Ann Dahl Hansen, Eyðun Jacobsen og Heini L tzen, ið taka stig til eitt bønarátak í Havn, nú løgtingsvalið stundar til. Eftir døgurða fríggjadagin 24.september í 2010 ringir Brian Mikkelsen til Jóannes Eidesgaard, landsstýrismann í fíggjarmálum, og boðar frá støðuni í Eik. Nevndin spurdi Jóannes Eidesgaard og Petur Alberg Lamhauge, sum var aðalstjóri í Fíggjarmálaráðnum, um tað, sum hendi í august og september í 2010. Tí spurdi Jóannesen Eidesgaard Brian Mikkelsen beinleiðis á fundinum 19. august, um hann visti okkurt, um føroyingar eisini áttu at vita. Á fundinum í Keypmannahavn vóru eisini fólk frá Fíggjareftirlitinum, Fíggjarligum støðufesti og Tjóðbankanum. Seinni fær landsstýrismaðurin ein fyrispurning frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingskvinnu Hon sigur seg hava fingið at vita frá Brian Mikkelsen í Føroyanevndini í fólkatinginum, at ráðharrin á fundinum 19. august segði við Jóannes Eidesgaard, at Fíggjareftirlitið fór at gera eitt framskundað eftirlit í Eik Bank Danmark. Men vit fingu undirhonds at vita frá stjóranum í Fíggjareftirlitinum, at eitt eftirlit bleiv gjørt í Eik Føroyum í september í 2010, og tað varð eisini gjørt. Men annars rópti Fíggjareftirlitið ikki varskó. Dagin eftir, tann 20. august, letur Fíggjarligt støðufesti eisini hampiliga væl at støðuni hjá Eik. Eftir fundirnar í Keypmannahavn var niðurstøðan hjá Fíggjarmálaráðnum, at nógva umrøðan um Eik í fjølmiðlunum var, sum Jóannes Eidesgaard tekur til stormur í einum glasi av vatni. Klokkan seks týskvøldið fekk politiið fráboðan um stuldur úr kirkjubússuni í kirkjuni í Kvívík. Sostatt er peningur nú stolin í seks kirkjun í Føroyum seinastu vikuna. Frammanundan hevur politiið fingið boð um, at pengar eru tiknir í kirkjunum í Sandavági, Tjørnuvík, Miðvági, Hvannasundi og við Norðskála. Uni Næs, dómpróvstur, bað í gjár øll kirkjuráðini steingja kirkjurnar, nú kirkjubússurnar ikki fáa frið. Nú er ein vika síðani, at politiið fekk fyrstu fráboðaðina um stuldur úr kirkjubússu, tað var í Tjørnuvík. Makedónia lýsti herfyri undantaksstøðu á markinum til Grikkaland. Herurin fekk boð um at taka sær av teimum nógvu flóttafólkunum, sum vilja sleppa inn í landið. Vit síggja onga broyting, og støðan í Makedónia fer at standa við leingi, sigur talskvinnan hjá flóttafólkanevndini hjá ST, Melissa Fleming. Eingi útlit eru fyri at støðan í Sýria og Irak fer at batna, og samstundis gerast umstøðurnar hjá flóttafólkunum í Turkalandi, Jordan og Libanon støðugt verri. Melissa Fleming heitti á europeisku londini um at taka sær av flóttafólkunum. Samstundis høvdu týski samveldiskanslarin og franski forsetin fund um flóttafólkaspurningin, og tey vórðu samd um, at londini í ES eiga at hjálpa hvørjumøðrum við flóttafólkaspurninginum, men hvussu tað skal gerast, er ikki greitt. Týskland hevur samstundis gjørt av, at flóttafólk úr Sýria, sum koma til landið, ikki verða send aftur til landið sum tey fyrst komu til. Nógv flóttafólk eru komin til Týsklands í ár. Roknað verður við, at landið verður noytt at taka ímóti 800.000 flóttafólkum í ár, sum svarar til eitt prosent av fólkatalinum. Umleið 550 súlur vórðu tiknar, tá farið varð eftir súlu í Mykineshólmi í nátt. Talið á tiknu súlunum er samstundis hægri enn tað hevur verið í fleiri ár. Í fjør vórðu 485 súlur tiknar , tá farið varð eftir súlu seinasta vikuskiftið í august. Fyrraárið, í 2013, vóru enn færri súlur tiknar tá tóku mykinesmenn 405 súlur . Í 2012 varð ikki farið eftir súlu í Mykineshólmi. Veðrið var ongantíð so mikið frægt tað árið, at tað bar til hjá mykinesmonnum at fara eftir súlu í oynni. Tað eru ikki bert sjáldsom ferðamannaskip, ið hava vitjað í Klaksvík í summar. Seinastu dagarnar hava fólk í býnum sæð summarfuglar, ið vanliga ikki síggjast har um leiðir Admiral summarfuglar ferðast vanliga úr Suðurevropa norður gjøgnum Evropa, og eru áður sæddir í eitt nú Íslandi, sambært Wikipedia . Teir eru 55 70 millimetrar stórir. Barnaval er útskrivað á Býarbókasavninum. Vallyftini eru fjølbroytt, tey snúgva seg millum annað um happing, songartíðir og fríggjadagsbomm, og valevnini eru kend frá barnabókunum. Í gjár varð atkvøðukassin settur upp á barnabókasavninum, og tað fer at bera til at atkvøða fram til 1. september klokkan21, tá valstaðið letur aftur. Valseðil fæst á valstaðnum, og fyri at hava valrætt, skal man vera ómyndigur og yngri enn 13 ár. Í tíðini upp til valið fara valevnini helst at seta upp valplakatir á Býarbókasavninum og nærhendis. Umframt býarbókasavnið í Havn, eru tað trý onnur bókasøvn, sum eisini skipa fyri barnavali, og tey eru bókasavnið í Klaksvík, bókasavnið í Kollafirði og bókasavnið við Løkin í Runavík. Innanríkis og flutningsráðharrar í Evropeiska samveldinum hittast tí leygardagin í kjalarvørrinum á yvirgangsálopinum í einum toki í Fraklandi seinasta fríggjadag. Vit fara at hyggja at ítøkiligum uppskotum, sigur Bernard Cazeneuve, franski innanríkisráðharrin, sambært tíðindastovunum, Ritzau og AFP. Ein loysn, ið myndugleikarnir umhugsa at seta í verk, er sama skipanin, sum í dag er í flogvallum kring allan heimin, har ferðafólk verða kannað gjølla. Vit mugu kanna, um vit kunnu innføra eina yvirskipaða trygdarloysn fyri allar almennar samferðslumøguleikar, sigur franski innanríkisráðharrin. Tað var fríggjadagin í seinastu viku, at ein 25 ára gamal maður við automatiskum vápni, 270 patrónum, pistóli, bensini og knívi ætlaði at fremja yvirgang í einum toki í Fraklandi. KRIS, ráðgevingin fyri seksuelt misnýtt, fer í hesum døgum til Danmarkar at halda fyrilestrar. Orsøkin er, at føroyingar uttanlands ofta venda sær til KRIS fyri at fáa ráðgeving og hjálp, sigur dagligi leiðarin í KRIS, Gvøðbjørg West. Tey trý tiltøkini, KRIS skipar fyri, vera í Aalborg, rhus og Esbjerg. Tiltøkini vera fyri øll. Eisini tey, sum ikki hava verið úti fyri kynsligum ágangi. Hoyr meira um tiltøkini, ið samrøðuni við Tá færri sleppa framat, verður fjøldin verri umboðað, og sosialu profilarnir hjá løgtingslimunum gerast meira einstáttaðir, heldur Beinta í Jákupsstovu, lektari og granskari á Fróðskaparsetri Føroya, og á Lærda Háskúlanum í Molde. Flokkarnir noyðast í dag at stilla færri valevni upp, fyri at hava betri kjans at fáa lokal umboð í Løgtingið, og tá viknar politiska virkið í lokalfeløgunum, heldur Beinta í Jálupsstovu, ið millum annað hevur granskað í kvinnuumboðan í Løgtingið. Tá broytingin í serstøku byggisamtyktini var til hoyringar, svaraði Mentamálaráðið, sum eigur Skansan, at ætlaða útbyggingin fer at skerja útsýnið av Skansanum nógv meira enn býráðið sigur. Tað vísa myndir, sum Fornminnissavnið hevur gjørt. Hesar myndirnar, ella hesa visualiseringina, sum slíkt verður kallað á fakmáli, sá Yvirfriðingarnevndin ikki fyrr enn á fundi tíðliga í summar. Yvirfriðingarnevndin hevur fund í dag og so aftur 8. og 9. oktober. Býarskipanarnevndin hjá landinum er heldur ikki liðug at viðgera stóra málið um havnarútbyggingina í Havn. Nevndin hevur fingið broytingarnar í almennu byggisamtyktini, tær fekk nevndin fyrst í hesum árinum, og nevndin skal eisini ummæla broytingarnar í serstøku byggisamtyktini, sum býráðið samtykti í vár. Ummælini hjá nevndini verða latin Fiskimálaráðnum, sum avger, um byggisamtyktirnar kunnu broytast. Forkvinnan í nevndini, Jóanna Djurhuus, sigur, at nevndin hevur fund antin í næstu viku ella í aðru viku. Tvær sjónbandaupptøkur, ið vórðu gjørdar í seinnu helvt í 1960 unum, eru í hesum døgum sera vælumtóktar á sosiala miðlinum, Facebook. Túsundtals føroyingar hava longu sæð upptøkurnar, ið vórðu gjørdar úr einum bili, ið koyrir runt ymsastaðni í Havnini seint í 60 unum. Í fyrru upptøkuni niðanfyri her, verður koyrt oman ígjøgnum miðbýin í Havn. Í seinnu upptøkuni niðanfyri, verður koyrt av Argjum heimeftir ímóti Havnini. Joen Hans Røsvik Jógvan , pápabeiggi filmar og Ronny Røsvik hevur redigera og lagt tónleik til. Joen Hans Røsvik Jógvan pápabeiggi hevur filmað og Ronny Røsvik hevur redigerað og lagt tónleik til. Hvalirnir hava lagt leiðina suður í hav, men eru síðani farnir tríggjar ymsar leiðir. Fylgisveinasendararnir, sum vórðu settir á hvalirnar, vórður tendraðir í morgun klokkan sjey. Í morgun sást, at grindin, ið fekk sendarar setta á seg, hevur spjatt seg. Sendarnir vórðu sløktir aftur á middegi. Tað var gjørt fyri at spara battarí. Vitanin, ið fæst eftir at hvalirnir eru merktir við sendarum, er týdningarmikil, tí tað kann geva ábendingar um, hvørt grindaveiðan er burðardygg, skriva Søvn Landsins . Fyrst í vikuni hevði Landsverk fingið burtur teir seinastu stívliga 600 rúmmetrarnar av gróti. Arbeiðið at rudda grótið hevur tikið góðar tríggjar vikur. Tað er byggifelagið Articon, sum við hjálp frá donsku fyritøkuni Peter Madsen Rederi A S, ið hevur gjørt arbeiðið at rudda grótið burtur í havnini. Hóast grótið í Skopunar havn nú er ruddað burtur, kunnu seinkinginar og avlýsingar kortini væntast hjá Teistanum í heyst og í vetur. Orsøkin er, at brimverjan í innsiglingini í Skopunar havn er so vánalig, at til ber ikki hjá Teistanum at koma í Skopunar havn í ringum veðri. Landsverk hevur í sett seg í samband við Dansk Hydraulisk Institut fyri at fáa kannað og gjørt eina varandi loysn, sigur Landsverk í dag. Ein arbeiðsbólkur handaði fríggjadagin landsstýrismanninum í Heilsumálum, Karsteni Hansen, eitt álit, sum útgreinar alla lóggávu, sum kann hava týdning fyri gengransking í Føroyum. Í løtuni eru 32 gengranskingarverkætlanir í gongd undir Ílegusavninum, og um skamma stund er ætlanin at sjóðseta FarGen verkætlanina. Arvastrongurin inniheldur stórar mongdir av informatión um einstaka menniskja vitan, sum kann seta okkum í etiskar tvístøður, og hetta setur krøv til lógávuna. Tískil setti Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, ein arbeiðsbólk at kanna, um lógarverkið tryggjar tann einstaka nóg væl í sambandi við gengransking. Arbeiðsbólkurin varð settur í desember 2013 og skuldi millum annað lýsa lóggávuna, sum er galdandi í dag umframt at koma við tilmælum um broytingar til landsstýrismannin. Arbeiðsbólkurin hevur verið mannaður við løgfrøðingum úr Heilsumálaráðnum, Løgmansskrivstovuni, Mentamálaráðnum og Vinnumálaráðnum umframt stjóranum í Ílegusavninum, Gurðrið Andorsdóttir. Stjórin í Granskingarráðnum, Annika Sólvará, professari í mýliskari lívfrøði, ella molykolær biologi, Svein Ole Mikalsen og Sámal Tróndur Johansen, landsskjalavørður, eru eisini í arbeiðsbólkinum. Mánadagin fór freistin hjá teimum, sum høvdu hug at bjóða upp á tey 30 prosentini av Eik banka, sum Fíggjarligt støðufesti framvegis eigur. Men Fíggjarligt støðufesti vil ikki upplýsa, um nakar áhugi er at kappast við TF Holding um partabrøvini. TF Holding keypti í februar í 2011 70 prosent av Eik frá Fíggjarligum støðufesti, sum 30. september í 2010 tók við Eik banka eftir skrædlið har. Um TF Holding velur at keypa tey írestandi 30 prosentini í 2015 skulu teir gjalda 293 milliónir krónur fyri hesi partabrøv, stóð í einari fráboðan, sum Kappingareftirlitið fekk í januar 2011. Men um prísurin er 293 milliónir vilja hvørki stjórin í TF Holding, Súni Schwartz Jacobsen, ella stjórin í Fíggjarligum støðufesti, Henrik Bjerre Nielsen, vátta nú. Stjórin í Fíggjarligum støðufesti segði við Útvarpið tann 12. august, at forkeypsrætturin er ikki meira bindandi enn so, at bjóðar onkur hægri enn TF Holding og TF Holding ikki er sinnað at lata so nógv, so fær hin, sum bjóðar tey 30 prosentini. Annars verður kappbjóðing um tey 30 prosentini og tann, sum bjóðar mest, sleppur at keypa. Ein møguleiki er, at í treytaðu keypsavtaluni millum TF Holding og Fíggjarligt støðufesti, sum nú er gjørd, er ein annar prísur enn 293 milliónir krónur Fyrst í juni segði Súni Schwartz Jacobsen við Útvarpið, at spyr Fíggjarligt støðufesti TF Holding, um TF Holding vil keypa partabrøvini, er als ikki vist, at prísurin er 293 milliónir krónur Tað er hann neyvan. Súni Schwarts Jacobsen segði, at tekur Fíggjarligt støðufesti stig til at selja og tað er júst tað, sum nú er hent er ein onnur mekanisma galdandi, sum hann málbar seg. Spurdur, um prísurin tá er lægri enn 293 milliónir krónur, svaraði hann, at tað er ikki óhugsandi. Súni Schwarts Jacobsen, stjóri í TF Holding, hevur heldur onga viðmerking, nú freistin hjá øðrum at boða frá áhuga fyri partabrøvunum í Eik er farin. Arbeiðsbólkurin hevur síðani 2013 arbeitt við at endurskoða føroyska lóggávu, í sambandi við møguleikarnar innna gengransking í dag. Fríggjadagin handaði arbeiðsbólkurin landsstýrismanninum eitt álit við tilmælum um møguligar broytingar í lógini. Tað verður gjørt fyri at tryggja borgaran ímóti misbrúki í sambandi við gengransking. Í álitinum stendir millum annað, at vit í Føroyum mangla eitt etiskt ráð, sum kann skapa kjak í almenninginum og veita upplýsing um etiskar spurningar, eitt nú um genomgransking. Kjakið um genomgransking í Føroyum var millum annað orsøkin til, at Løgtingsins Trivnaðarnevnd á vári 2013 mælti landsstýrismanninum í heilsumálum til at fara undir at fyrireika eitt etiskt ráð í Føroyum. Lógaruppskotið varð lagt fyri løgtingið í mars 2014, men varð tikið aftur áðrenn viðgerð, tí manglandi politisk undirtøka var fyri tí. Í dag hava flestu lond í norðurevropa eitt etiskt ráð. Frakland setti sum tað fyrsta landi eitt etiskt ráð á stovn í 1983. Síðani hava Danmark, Svøríki og onnur lond valt at gera tað sama. Danska Fíggjareftirlitið gav í september í 2010 føroyska Fíggjarmálaráðnum loyvi til at lata síni fólk sleppa fram at skjølum í Eik Banka, men tey skuldu undirskriva tagnarskyldu fyrst. Tvey embætisfólk úr Fíggjarmálaráðnum vóru í nakrar dagar í Eik og hugdu í bøkurnar hjá teimum, og eg haldi, at tey vóru eitt sindur sjokerað av, at tað var so galið. Tað segði Petur Alberg Lamhauge, aðalstjóri í Fíggjarmálaráðnum í 2010, tá Grein 19 nevndin hjá løgtinginum spurdi hann um lutin hjá Fíggjarmálaráðnum, tá Eik samtakið skrædnaði. Petur Alberg Lamhauge sigur um árliga fundin í Keypmannahavn tann 19. august 2010 um støðuna hjá peningastovnunum í Føroyum, at Brian Mikkelsen, ráðharri, av sínum eintingum segði tað vera sjálvsagt, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fær upplýsingar um støðuna í føroyskum peningastovnum samstundis sum danski búskapar og vinnumálaráðharrin. Men tá Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður, tann 24. september fekk at vita frá Brian Mikkelsen um skilið í Eik, hevði ráðharrin longu havt hesa vitan í tveir dagar. Petur Alberg Lamhauge og Jóannes Eidesgaard eru samdir um, at tað, teir fingu at vita á fundunum við Brian Mikkelsen, Fíggjareftirlitinum og Fíggjarligum støðufesti 19. og 20. august í 2010, gav onga orsøk til at stúra fyri Eik. Bara fimm vikur seinni kollsigldi Eik samtakið. Í einari roynd at bjarga tí, sum bjargast kundi, helt Brian Mikkelsen, at til bar at loysa Eik í Føroyum og Eik í Danmark sundur, tí ein trygd úr Føroyum knýtti bankarnar saman. Men eftir at hava kannað tað í tveir dagar, komu boð úr Danmark um, at tað bar ikki til. Eitt ástøði í 2010 var, at slapp Eik í Føroyum undan trygdini hann hevði latið Eik í Danmark, so hevði borið til at bjarga Eik í Føroyum, meðan Eik í Danmark var farin. Tá færri sleppa framat í flokkunum hendir ein professionalisering av politikaraleiklutinum, sum hevur við sær minni umboðan av fjøldini, og at færri fólk taka lut í politikki. Tað sigur advokaturin hjá Sea Shepherd í Føroyum, Jógvan Páll Lassen. Sea Shepherd kunngjørdi týsdagin, at avgerðin hjá løgregluni verður kærd. 21 fólk eru við Bob Barker, teirra millum 11 ES borgarar. Bob Barker kom á Sund úr Bremerhaven á middegi mánadagin. Grundgevingin fyri at nokta manningini á Bob Barker at sleppa í land í Føroyum er at halda lóg og landaskil í Føroyum. Avgerðin hjá løgregluni um avvísing stendur tí við, hóast hon verður kærd. Bob Barker fór av Sundi klokkan knappliga hálvgum tíggju mánakvøldið. Hann er í løtuni staddur vestan fyri Suðuroynna. Tað kann taka langa tíð at fáa svar, tá slíkar avgerðir verða kærdar. Í september í fjør varð kært um, at Sea Shepherd fólk vórðu víst úr Føroyum, tí tey fingu 1.000 krónur í bót. Svarið kom í juni í ár. Avgerðin varð staðfest. Avgerðin kom eftir at Jógvan Páll Lassen vendi sær til Fólkatingsins umboðsmann og spurdi, um tað kundi vera rætt, at fólk, sum eru útvíst í eitt ár, kanska skulu bíða í meira enn eitt ár eftir at fáa svar upp á kæruna um útvísingina. Í morgin verður rættarfundur í Føroya rætti tey fimm Sea Shepherd fólkini, sum vórðu tikin í grindini í Sandavági 12.august. Eitt teirra varð eisini tikið í Fuglafirði mánadagin, tá nakrir grindahvalir vórðu merktir og síðani sleptir aftur. Starvsfólkini í Heiminum í Vallalíð í Havn fingu í gjár boð um, at sparingar skulu gerast á stovninum, eftir at eldraøkið er lagt út til kommunurnar. Tey eru bæði ørkymlað og hørm um støðuna, tí tey hava einki ítøkiligt fingið at vita um, hvussu sparingarnar fara at raka. Tveir reiðarar, ið óttast 2018, tá teir ikki vita, hvussu verður við fiskiloyvinum og hvørjari skipan teir skulu arbeiða undir eftir 2018, eru Christian Martin Rasmussen og Hanus Hansen. Løgreglan í Eysturríki hevur funnið í minsta lagi 20 flóttafólk deyð í einum lastbili, váttar løgreglan í landinum. Talið kann tó vera hægri, skriva miðlar. Sambært blaðnum, Kronenzeitung , kann talið á deyðum flóttafólkum, ið eru funnin í lastbilinum, vera útivið 50, og ikki 20, sum løgreglan higartil hevur váttað. Greinin heldur fram niðanfyri. Vit kunnu í løtuni ikki koma við ítøkiligum upplýsingum um, hvussu fólkini eru deyð, sigur ein talsmaður hjá løgregluni sambært tíðindastovuni, APA. Deyðu flóttafólkini vórðu funnin einum lastbili, ið stóð parkeraður við motorvegin sunnanfyri Wien, millum býirnar Parndorf og Neusiedl, tætt við markið til Ungarn. Lastbilurin hevur eftir øllum at døma staðið parkeraður við vegjaðaran síðani í gjár, mikudagin, sambært Associated Press tíðindastovuni. Sjúkrahúsverkið skal raðfestast hægri næstu fýra árini. Tað lovaðu allir politisku flokkarnir lovaðu á valfundi á landssjúkrahúsinum í dag. Men Johnny í Grótinum, sjúkrahússtjóri, heldur ikki, at 50 100 milliónir krónur meiri um árið, sum vórðu nevndar á fundinum, er ikki nøktandi. Fyrst hyggja vit at eldraøkinum, sum var eitt heitt evni millum land og kommunur. Her kenna kommunurnar í Suðuroynni seg at vera við sviðusoð. Borgarstjórin í Havn dylir ikki fyri, at hann vil eisini føra lokalpolitikk á tingi, og hann er samdur við borgarstjóran á Tvøroyri, at eldraøkið hevur ikki nøktandi sømdir. Lionel Messi er besti fótbóltsspælari í Evropa í ár. 54 ítróttarjournalistar úr UEFA limalondunum skuldu velja millum Christiano Ronaldo, Lionel Messi og Luis Suarez. Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin høvdu fingið sjey tinglimir í part, um val var í dag, sambært kanningini, Fynd hevur gjørt fyri Dimmalætting. Kanningin gevur Sambandsflokkinum og Tjóðveldi seks tinglimir í part. Flokkarnir fáa ávíkavist 19,6 prosent og 18 prosent av atkvøðunum. Miðflokkurin og Nýtt sjálvstýri fáa ávíkavist 6,7 prosent og 4,9 prosent av atkvøðunum, sambært veljarakanningini hjá Dimmalætting. Samanumtikið hevur Sambandsflokkurin størstu afturgongdina, sammett við seinasta løgtingsval, meðan Javnaðarflokkurin hevur størstu framgongdina. Men meðan allar veljarakanningar síðsta árið hava givið Javnaðarflokkinum átta og níggju løgtingslimir, so hava tvær tær seinastu kanningarnar nú givið flokkinum sjey tinglimir. Somuleiðis tykist Nýtt Sjálvstýri at hava fótað sær aftur, eftir at flokkurin í fleiri veljarakanningum hevur ligið á markinum fyri yvirhøvur at fáa umboðan á løgting. Nýggjasta veljarakanningin gevur sum nevnt flokkinum tveir tinglimir. 1,7 søgdu seg fara at atkvøða blankt, 1 segði seg ikki fara at val og 7,9 høvdu framvegis ikki tikið støðu til, hvar krossurin skal setast týsdagin. 1.258 fólk hava svarað í veljarakanningini, sum Fynd gjørdi mánakvøldið og týskvøldið í vikuni, og sum er prentað í Dimmalætting í dag. Í august í fjør mistu fýra trolarar fiskiloyvið, tveir í tvær ferðir sjey dagar og tveir í tíggju dagar, tí teir høvdu alt ov nógva sild, tá teir fiskaðu makrel. Avgerðirnar hjá Vørn um at taka fiskiloyvini vórðu kærdar til Føroya rætt, sum í februar í ár gav Vørn viðhald. Reiðaríini kærdu úrskurðin til Eystara landsrætt, sum staðfesti hann í síðstu viku. Vørn ger nú vart við, at hámarkið fyri onnur uppisjóvarfiskasløg, sum hava kvotu, er tíggju prosent fyri hvørja avreiðing, lating ella ummskiping av makreli. Tá skip fiska makrel er norðhavsild ofta uppií. Teir fýra trolararnir, sum mistu fiskiloyvið í august í fjør, høvdu alt ov nógva sild, hon lá um tey 60 prosentini. Verður hetta ikki gjørt, og skip fiska upp um hámarkið, verður fiskiloyvið tikið aftur í upp til fýra vikur sambært lógini um vinnuligan fiskiskap. Hjá bátunum millum 15 og 40 tons eru 55 prosent av døgunum eftir. Hjá teimum stóru bátunum, teir, sum eru millum 40 og 110 tons, eru 47 prosent eftir. Hetta er ein varði á vegnum. Mánadagin brúkti sjeynda hvørt menniskja á jørðini Facebook fyri at koma í samband við familju og vinir, skrivar Facebook stjórin, Mark Zuckerberg í sínu egnu støðudagføring. Greinin heldur fram niðanfyri. We made this video to celebrate all you ve done to help our community connect one billion people in a single day. It s an amazing milestone. I hope you enjoy. Mark Zuckerberg vónar, at ein dag verða øll menniskja á jørð bundin saman á Facebook. Í juli vóru tilsamans 1,49 milliardir brúkarar skrásettir á Facebok. 1248 fólk eru spurd í kanningini, ið verður kunngjørd í blaðnum í dag. 880 svara, at tað skal ikki bera til at vera borgarstjóri og sita í løgtinginum í senn. 258 halda tað vera í lagi, og 110 siga seg ikki vita. Tey flestu, sum eru ímóti, búgva í Suðurstreymi og í Eysturoynni. Tey flestu, sum eru fyri, búgva eisini í Suðurstreymi og í Eysturoynni. Flestu tjóðveldisveljarar halda, at tað er í lagi at røkja bæði størvini í senn, men tey fæstu, sum halda hetta vera í lagi, velja Miðflokkin og Framsókn. Kvøldið verður skipað sum ein valfundur við einum pallborði, har kvinnulig valevni úr øllum flokkum fara at kjakast. Evnini verða vald út millum innkomin uppskot. Pallborðskjakið fer at taka støði í heilt stuttum uppleggum, frá føroysku konum. Ymsar kvinnur fara at greiða frá onkrum ítøkilgum trupulleika, tær ynskja loystan. Evnini kunnu til dømis vera barsilsskipanin, íverksetan, kvinnur á arbeiðsmarknaðinum, almannaverkið og fólk við serligum tørvi ella annað. Ongin av okkum væntar nakra broyting í 2018, sigur Kristian Martin Petersen. Sjálvt um tað hevur verið sagt í fleiri ár, at ein nýggj fiskivinnunýskipan skal verða samtýkt í seinasta lagi í 2018, hevur vinnan ikki fyrireika seg til, at nøkur kollveltandi broyting verður samtykt. Vit rokna heilt einfalt við, at núverandi skipan fer at halda fram, í hvussu so er í nøkur ár afturat eftir 2018, sigur Kristian Martin. Línuskipini hava í seinastuni havt frægari fiskiskap undir Føroyum, men tað, sum hevur bjargað teimum árið, er íslandskvotan og royndarveiða við línu í Grønlandi. Við eitt sindur av politiskum vilja ber til at fáa størri botnfiskakvotur í Íslandi, Grønlandi og kanska í Barentshavinum, um mann vil býta botnfisk um við pelagiskan fisk, sigur Kristian Martin. Tað skal ikki nógv til, eini 2 3000 tons av botnfiski, býtast um við pelagiskan fisk, og tað hevði hjálp línuflotanum munandi. sigur Kristian Martin. Einir 14 línubátar eru í vinnu í løtuni, men fleiri liggja við kai, tí tað hevur ikki loyst seg ikki at fiska við línu undir Føroyum. Men enn hava hesir fiskiloyvið, tí heldur Kristian Martin, at óbrúkt loyvir skulu takast inn aftur. Tí um fiskurin tekur seg upp aftur, so fara fleiri skip at loysa aftur, og tá er vandi fyri, at alt verður uppfiskað. Óbrúkt fiskiloyvir skulu takast innaftur, so vit, sum eru í vinnuni, hava ein kjans at yvirliva og endurnýggja okkum, sigur Kristian Martin. Um mann ætlar at fáa fulla úrtøku av fiskatilfeinginum undir Føroyum, so mugu vit fiska við línu. Tí tú tekur ikki alt við troli, við gørnum ella við línu, tú mást gangnýta allar tríggjar veiðuhættirnar. So línuflotin hevur stóran tydning fyri føroysku fiskivinnuna, sigur Kristian Martin Petersen, skrivari í felagnum Línuskipum. Umleið 50 fólk vóru umborð á fyrra bátinum, sum sendi út neyðarkall hósdagin. Hin báturin var ovfólkaður við næstan 400 ferðafólkum umborð, og sakk nógv seinni enn tann fyrri. Sambært BBC hava eini 150 fólk fingið skjól á einum heimi fyri flóttafolk í Sabratha, vestan fyri Triopoli, meðan eini 100 lík vórðu flutt á sjúkrahús í Zuwara. Eini 2.400 flóttafólk hava latið lív í Miðjarðarhavinum higartil í ár, sigur ST. Meira enn 100.000 fólk eru komin til Italia, og 160.000 eru komin til Grikkalands. Klikk á Flokkur , Navn , Starv og Bygd býur í breddanum niðanfyri, fyri at vísa valevni eftir flokkum, navni, starvi ella bústaði. Fíggjarmálaráðið fær frágreiðing um avgerðina hjá felagnum um at lata norskari fyritøku arbeiði, sum føroyska vinnan sigur saktans kundi verið gjørt í Føroyum. Fyri góðum tveimum vikum síðani kunngjørdi norska felagið Norconsult, at tað hevði skrivað undir sáttmála um at gera forprojekt og útbjóðingartilfar fyri Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin. Arbeiðið varð ikki boðið út, heldur ikki í Føroyum. Føroyskir ráðgevar vóru vónbrotnir, tí almenna tunnilsfelagið fór av landinum við einum stórum arbeiði, sum føroyskar fyritøkur eins væl kundu gjørt. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, var skjótur at biðja nevndina í P f Eystur og Sandoyartunlar um eina frágreiðing. Dagin eftir segði Bergur Poulsen, nevndarformaður í P f Eystur og Sandoyartunlar, at nevndin var altíð til reiðar at tosa við landsstýrismannin ella geva honum eina skrivliga frágreiðing. Bergur Poulsen segði, at felagið strembar eftir, at føroyingar og føroyskar fyritøkur fáa so nógv arbeiði sum gjørligt, nú tveir undirsjóvartunlar skulu gerast í Føroyum. Sambært Norconsult skuldi arbeiðið hjá teimum byrja nú í august. Sáttmálin við Eystur og Sandoyartunlar er verdur 42 milliónir norskar krónur, sum eru 34,5 milliónir danskar krónur. Arbeiðið hjá Norconsult skal vera liðugt í juni næsta ár fyri Eysturoyartunnilin og í juni 2017 fyri Sandoyartunnilin. Norconsult var eisini við, tá Vágatunnilin og Norðoyatunnilin vórðu gjørdir. Nevndin fyri Íverksetarahúsið leggur lok á málið um óheimilaðu penganýtsluna hjá nú fyrrverandi stjóranum, Rana Nolsøe. Nevndin fyri Íverksetarahúsið ætlar sær ikki at kanna um onnur óheimilað peninganýtsla hevur verið í roknskapunum, sum vórðu gjørdir áðrenn 2014. Tað sigur Regin W. Dalsgaard, nevndarformaður. Nevndin í Íverksetarahúsinum gjørdi í síðstu viku fráfaringaravtalu við fyrrverandi stjóran, Rana Nolsøe, ið varð settur sum stjóri í 2007. Roknskapurin frá 2014 vísti, at Rani Nolsøe óheimilað hevði goldið eina rokning uppá meira enn 20.000 krónur fyri at koyra sín privata bil á verkstað. Hann hevði eisini keypt ein ferðaseðil til konuna fyri pening hjá Íverksetarahúsinum. Íverksetarahúsið er á fíggjarlógini. Húsið fær 1,1 millión krónur frá Vinnumálaráðnum og 300.000 krónur frá Mentamálaráðnum. Harafturat fær Íverksetarahúsið 200.000 krónur frá Klaksvíkar kommunu. Tilsamans 1,6 milliónir krónur. Í nevndini fyri Íverksetarahúsið eru Regin W. Dalsgaard, Beinta Á. Gregersen og Birita Sandberg Samuelsen. Úrslitið hjá TF Holding eftir skatt og minnilutaáhugamál, sum eru parturin hjá Fíggjarligum støðufesti í Eik, var 109 milliónir krónur í fyrra hálvári. Eik Banki hevði 58 milliónir krónur í avlopi eftir skatt fyrra hálvárið. Millum annað afturførdi bankin 23 milliónir, sum vóru settar av móti tapi. Tað er eingin ivi um at íslendska støðan er styrkt, næstu ferð strandarlondini skulu samráðast um makrelin., er niðurstøðan hjá íslendska fiskimálaráðnum. Fiskimálaráðið fegnast um, at makrelkanningarnar hjá Grønlandi, Íslandi, Føroyum og Noregi í summar siga, at 37 prosent av stovninum eru nú í íslendskum sjógvi. So nógvur makrelur er ikki sæddur í íslendskum sjógvi fyrr. Stovnurin er 7,7 milliónir tons, og 2,9 milliónir eru í íslendskum sjógvi. Mesti makrelurin var sunnan fyri Ísland og longri suðuri enn higartil. Ísland er ikki við í makrelavtaluni millum ES, Noreg og Føroyar. Nakað minni var at síggja í føroyskum sjógvi enn í fjør, tó var meira makrelur sæddur í útsynningspartinum av føroyska økinum. Kaj Leo Holm Johannesen og Høgni Hoydal í hólmgongu um ríkisfelagsskapin, Aksel V. Johannesen og Jørgen Niclasen um búskaparpolitikkin og Poul Michelsen, Jenis av Rana og Jógvan Skorheim um virðispolitikik. Vertur er Øssur Winthereig. Eftir tey trý formanskjakini eru Vikan og Valið á skránni, har Óli Breckmann, Jóannes Eidesgaard og Tórbjørn Jacobsen eru gestir hjá Liljuni Weihe. Á rættarfundinum hevði ákæruvaldið innkallað vitni, eitt nú menninar, sum framdu sivila handtøku, tá grind varð hildin til í Sandavági 12. august. Øll hava vit rætt til at fremja sivila handtøku, tá tað er neyðugt, um so er, at lógin ikki verður hildin, men Hildur Hentze, sum er dagligur leiðari á kriminaldeildini, mælir tó til, at tað er løgreglan sum ger handtøkurnar. Dómur verður sagdur mikudagin í næstu viku, og fram til tá, skulu hesi fimm fólkini, sum eru ákærd í málinum, møta á politistøðini hvønn dag klokkan12. Spurningurin er tó, um tað er nóg væl frágingið, at 300 milliónir krónur eru í bygnaðarligum halli, tá konjunkturarnir eru so góðir sum nú. Føroyar skulu hava eina kemikaliulóggávu, Føroyar skulu hava eina tíðarhóskandi náttúrufriðingarlóg, CO2 útlátið skal minka og hvørki fiskivinnan ella landbúnaðurin er nóg burðardygt skipaður. Tað siga valevnini til løgtingsvalið í kanning, sum Føroya Náttúru og Umhvørvisfelag hevur gjørt, sigur Martin á Fløghamri frá Føroya Náttúru og Umhvørvisfelag. Endamálið við spurnakanningini er fyrst og fremst at geva veljaranum møguleika at vita, hvat tey ymisku valevnini halda, tá ið tað kemur til avgerandi umhvørvismál, og í øðrum lagi at fáa varpað ljós á umhvørvismál í Føroyum. Les meira um kanningina og hvat valevnini svara her . Í dag klokkan eitt korter til fimm verður steypafinalan hjá kvinnum spæld á Tórsvølli. KÍ og EB Streymur Skála fara at dystast. Liðini hava spælt fýra dystir hetta kapingarárið. KÍ hevur vunnið tríggjar, og ein endaði javnur. Ein stórur partur av teimum, sum fara undir møðsomu og vandamiklu ferðirnar, eru flóttafólk, sum rýma úr støðum sum Sýria, Irak og Afghanistan. Altjóða lóggáva ásetur og tað hava londini viðurkent at flóttafólk hava rætt til verju og friðskjól, sigur Ban ki Moon í eini áminng. Hetta kemur í kjalarvørrinum av, at eini 70 flóttafólk og kvaldust og doyðu í einum lastbili, tá menniskjasmuglarar royndu at fáa tey til Evropa. Lastbilurin varð funnin í Eysturríki fyrr í vikuni og í gjár gjørdist greitt, hvussu mong vóru umborð. Samstundis siga nýggjastu tølini hjá flóttafólkastovuni hjá ST, at higartil í ár eru umleið 300.000 fólk farin yvir um Miðjarahavi í eini roynd at koma til eina tryggari tilveru og eitt betri lív í Evropa. Tað er ein ógvuslig øking samanborið við í fjør, tá 219.000 fólk tóku vandamiklu leiðina tvørtur um havið. So at siga hvønn eru nýggj tíðindi at frætta, um kollsigldar bátar og skip, sum ikki vinna upp land. So seint sum í gjárkvøldið frættist, at omanfyri 100 fólk doyðu, tá tveir bátar sukku uttan fyri libisku strondina. Eitt evnið, sum á skránni, er barsilsskipanin , og um lyftini um 1 ára barsilsfarloyvi, eru álítandi. Eisini verða trupulleikar hjá sjálvstøðugum vinnurekandi at fáa útgjald viðgjørdir, og at strika hámarkið á 25.000 krónur og seta kvotur á barsilstíðina. Eitt annað evni er Nýggjar vinnur og íverksetan . Her snúgva spurningarnir seg til dømis um visjónir og menning av nýggjum vinnum, um hjálp til íverksetar, um hvussu vit kunnu stimbra vinnur, sum longur eru á veg og um fíggjarliga hjálp til menning av vaksandi fyritøkum. Triðja evnið, sum føroyskar kvinnur ynskja kjak um, er Kvinnur á arbeiðsmarknaðinum . Her snúgva spurningarnir seg bæði um kvotur til nevndarsessir, um vit ikki longu hava javnstøðu og um tørvur er á til dømis Demokratia, men eisini um hví typisku kvinnustørvini verða so lítið vird, hví lønin er so lág, og hvussu vit kunnu tryggja føroyskum kvinnum, sum ynskja tað, fulltíðarstarv. Seinasta evnið á skránni í Nor urlandahúsinum verður hjálp til tørvandi føroyingar og snýr seg bæði um umstøðurnar hjá børnum og vaksnum við menningartarni og breki, um bústaðartrupulleikar hjá hesum bólkinum, um stuðulstímar til skúlarnar og um Almannaverkið. Eisini verður her spurt eftir hjálp til teirra, ið hava verið fyri kynsligari misnýtlsu, umframt bústaðir til støk, familjur og eldri, sum ikki hava ráð at keypa sær hús. Umhvørvið hevur hevur fylgt millum lítið og einki í valstríðnum higartil, men Føroya Náttúru og Umhvørvisfelag, hevur spurt øll løgtingsvalevnini tíggju spurningar, sum hava við umhvørvið at gera. 40 av valevnunum hava svarað og út frá tí ber til at koma til nakrar varligar niðurstøður, sigur Martin á Fløghamri, nevndarlimur í FNU. Sverigedemokraterna sum sambært eini nýggjari meiningarkanning er størsti flokkur í Svøríki hildu í gjár summarbólkafund í Blekinge. Aftonbladet skrivar, at formaðurin, Jimmie kesson, segði í røðu síni, at Sverigedemokratarna, sum eru sera atfinningarsamir móti tilflyting uttanífrá, eru tilreiðar at taka við landsins stjórn og at seta politisku dagsskránna. Vit eru komin langt á leið, men vil vilja fara enn longri. Tað snýr seg um at vísa, at vit eru før fyri at stjórna landinum, segði formaðurin í røðuni. Long tíð er, til val skal verða, men greitt er, at vit longu nú skulu fara undir at leggja ætlanir, so vit eru tilreiðar at taka veruliga ábyrgd av landinum. Vit skulu mynda samfelagskjakið, segði Jimmie kesson. Floksleiðarin gav hinum flokkunum í svenska Ríkisdegnum skyldina av sorgarleikinum í Miðjarahavinum hósdagin, tá umleið 200 flóttafólk, mong teirra børn, druknaðu í royndini at sleppa til Europa. Tí hvat er tað, sum fær fólk at seta sítt egna lív í vága og lívið hjá børnunum fyri at koma til Svøríkis , spurdi kesson og svaraði Eg tori væl at siga, at tað er lini politikkurin hjá hinum flokkunum, sum elva til nógvar av hesum ræðuligu mannalagnunum, segði formaðurin og dróg samanum, og tí hevur tað týdning, at ein fólkaatkvøða verður hildin í Svøríki um útlendingapolitikkin. Í Føroyum gjørdist svenski flokkurin kendur, tá umboð fyri flokkin fyri nøkrum árum síðani høvdu verið í Havn á ólavsøku og síðani skrivaðu hálovandi um nationalistiska figurin hjá Sjúrði Skaale, Harald, sum hevði hildið røðu fyri túsundtals fólki í Vágsbotni á tjóðarhátíðini. Sverigedemokratarna høvdu misskilt, at talan var um skemt og speið og tóku nationalistisku røðuna og stóra áskoðaraskaran í fullum álvara. Fundurin verður 14. september, og er komin í lag eftir at innanríkisráðharrarnir í stóru evropeisku londunum Týsklandi, Fraklandi og Stóra Bretlandi sunnudagin vildu hava ES fund, har loysnir skulu finnast fyri tí, sum teir nevna eina kreppustøðu. Hendan støðan krevur at vit í verki gera nakað beinavegin, og at vit vísa samhaldsfesti í Evropa, sigur týski innanríkisráðharrin. Týskland, sum væntar at taka ímóti 800.000 flóttafólki í ár, hevur mælt til, at ein listi yvir sonevnd góðkend upprunalond verður gjørdur fyri at skunda undir viðgerðirnar av umsóknum um friðskjól. Hetta er partur av áheitanini frá teimum trimum innanríkisráðharrunum. Grikkaland, sum hevur stórar fíggjarligar avbjóðingar, hevur tikið í móti fleiri túsund flóttafólkum, og er undir stórum trýsti verður sagt. Samstundis, sum fundurin varð innkallaður, segði franski ráðharrin, Laurent Fabius, sína hugsan um eysturevropeisku londini í ES, sum hann heldur gera alt ov lítið fyri at hjálpa. Eg haldi, at tað er skammiligt, tá eg síggji ES lond, serliga eystanfyri, sum ikki vilja taka ímóti flóttafólkum, segði Laurent Fabius við útvarpsrásina Europe One. Ein teilendsk kvinna og ein útlendskur maður eru handtikin. eftir at løgreglan fann evni, ið eru ætlað at gera bumbur við, skrivar tíðindastovan AP. Løgreglan í Tailandi fann krútroyk, talgilt ur, og fjarstýrdar bilar í íbúðini, sum kunnu brúkast til at bresta bumbur. Ein talsmaður fyri teilendsku løgregluna sigur við AP, at hetta er ætlað til bumbur. Greinin heldur fram niðanfyri. Íbúðin er í Min Burdi býarpartinum í Bangkok, sum ikki er langt frá staðnum, har løgreglan leygardagin handtók ein útlendskan mann, og legði hald á líknandi evnir, ið vóru ætlað til at gera bumbur. Teilendski hernaðarovastin, Udomdej Sitabutr, sigur við AP, at útlendski maðurin, sum er handtikin vil ikki siga fyri løgregluni, hvør hansara leiklutur í bumbálopinum var. Hernaðarovastin sigur eisini, at maðurin er partur av ringi, sum tekst við fólkasmugling. Hann hevur hjálpt ólógligum tilflytarum við følskum passum. Teilendska løgreglan heldur, at talan var ikki um vanligt yvirgangsálop tann 17. august, men at tað heldur lógu persónlig motiv aftanfyri. Sambært tíðindastovuni AFP kann álopið knýtast at tí, at Teilendsku mynduleikarnir hava lagt nógv størru orku í at finna og handtaka fólk, sum smugla menniskju inn í Teiland. HPV koppseting er fyri krabbamein í lívmóðurhálsi, men sjúkueyðkenni millum ungar gentur, so sum svimbul og svímilsi, hava við sær, at nógv fleiri gentur enn væntað fara lækna eftir at hava fingið koppsetingina. Læknarnir vísa gentunum víðari til HPV miðstøðir. Miðstøðirnar hava langar bíðilistar, og higartil hava tey havt fleiri enn 1100 gentur á vitjan, sum hava sjúkueyðkenni. skrivar Metroexpress á netinum. Í juni mánaði setti hjá árins nevndin hjá evropeiska heiligvágs agenturinum eina kanning í verk av HPV koppsetingini. Tað varð gjørt eftir tilmæli frá danska heilsustýrinum. Danski heilsumálaráðharrin, Sofie Løhde, segði tá, at tað var best at kanna hjáárinini. Hon legði tó í sama viðfangi dent á, at koppsetingin í høvuðsheitum riggar. Bæði nevndin fyri hjáárin og danska heilsustýrið meta, at fyrimunirnir við vaksinuni móti krabbameina í lívmóðurhálsi eru størri enn vansarnir, og mælt verður tí framvegis til, at gentur verða koppsettar. Tað upplýsir Johanna MiklokkanLeitner, talskvinna fyri eysturríska innanríkismálaráðið. Eysturríki hevur seinastu dagarnar hert eftirlitið munandi við bilum, sum kunnu brúkast til fólkasmugling. Ein avleiðing er, at bilar standa í 20 kilometur langari bíðirøð á motorvegnum úr Ungarn til Eysturríki. Eysturrískir myndugleikar siga tó, at eftirlitið heldur fram. Greinin heldur fram niðanfyri. Hósdagin funnu eysturrísku myndugleikarnir ein lastbil við 71 deyðum flóttarfólkum. Fimm fólk eru handtikin í samband við tað málið. Fýra fólk úr Bulgaria og ein úr Afganistan. Fólkaflokkurin er størsti flokkur í nýggjari veljarakanning, sum Fynd hevur gjørt fyri Kringvarpið og Miðlahúsið. Fólkaflokkurin fær 20,4 prosent av atkvøðunum. Og hetta gevur flokkinum 7 tinglimir. Javnaðarflokkurin er næststørstur við 19,3 prosentum av atkvøðunum. men beint í hølunum er Sambandsflokkurin, sum hevur 19,2 prosent. Hetta gevur báðum flokkunum seks tinglimir í part. Tjóðveldi er á fjórða plássi. Flokkurin fær 16,5 prosent av atkvøðunum og fimm tinglimir, sambært nýggjastu veljarakanningini, Fynd hevur gjørt. Framsókn fær 11,2 prosent og fýra tinglimir í nýggju veljarakanningini. Miðflokkurin fær 7,4 prosent og tríggjar tinglimir í veljarakanningini. Nýtt Sjálvstýri fær 5,9 prosent og tveir tinglimir í nýggjari veljarakanning, ið er gjørd áðrenn løgtingsvalið í morgin, 1. september. Javnaðarflokkurin var størsti flokkurin í veljarakanningini, sum í veljarakanningini, ið varð kunngjørd 20. august. Nú, 11 dagar seinni, er Fólkaflokkurin størsti flokkurin. Trygd hevði bara 600.000 krónur í avlopi fyrstu seks mánaðirnar í ár. Hetta er fyri skatt. Somu tíð í fjør var avlopið 3,8 milliónir krónur Felagið hevur fingið fleiri skaðafráboðanir fyrra hálvár í ár. Serliga er talan um eldsbrunar, sigur Janus Thomsen, stjóri í Trygd. Umframt eld skaðar, hava tað eisini verið bilskaðar. Janus Thomsen dugir ikki at síggja, hví tað eru so nógvir skaðar í ár. Men tað kann hava nakað við góðu tíðirnar at gera. Allir flokkarnir hava verið ígjøgnum mylnuna viðmerkjarunum, ið eru í útvarpsstovuni. Í hesi serútgávuni av sendingini brúka vit høvið at hyggja uppá valstríðið meira í síni heild hvat hevur sett sín serliga dám á tað. Í útvarpsstovuni eru Lív Paturson, samfelagsfrøðingur við sergrein innan kynsgransking, Rógvi Ólavson, samfelagsfrøðingur við sergrein innan politiskt samskifti, Árni Gregersen, journalistur, og Høgni í Jákupsstovu, samskiftisráðgevi. Ein góðveðurs dagur í Trongisvági er ikki at kimsa at Vit fingu hann innum gluggan til eitt prát um góða terran, barndómsheimið, religión og vallista H. Ein nýggj veljarakanning , sum Fynd hevur gjørt fyri Kringvarpið og Miðlahúsið, gevur Fólkaflokkinum flest sessir í Løgtinginum eftir løgtingsvalið. Fólkaflokkurin fær sjey sessir, meðan Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin fáa seks í part, og Tjóðveldi fimm í kanningini, Fynd hevur gjørt. Men nú seinnapartin hevur Portalurin almannakunngjørt eina veljarakanning hjá Gallup, sum gevur Javnaðarflokkinum stóran meiriluta. Býtið til smáu flokkarnar er rættiliga ymiskt í hesum báðum kanningunum. Sambært kanningini hjá Fynd fær Framsókn fýra tinglimir, Miðflokkurin tríggjar og Nýtt Sjálvstýri tveir. Í kanningini hjá Portalinum fær Framsókn framvegis fýra tinglimir, men hendan kanningin er ikki so gávumild við Miðflokkin og Nýtt Sjálvstýri. Hon gevur Miðflokkinum tveir tinglimir og Nýggjum Sjálvstýri ein tinglim. Tað er Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum mælir til umleggingar í skattaskipanini, tí føroyskar fyritøkur standa seg ikki í kappingini um føroysku arbeiðsmegina. Alt fleiri arbeiða og rinda skatt uttanlands. Manningarfeløgini hava sent eitt skriv út, har tey heita á sínar limir um ikki at fara við skipum til makrelfiskiskap uppá aðrar avtalur, enn tær avtalur, sum manningarfeløgini hava gjørt við Føroya Reiðarafelag. Talið á ferðafólkum er økt við umleið 12.500 ferðafólkum frá mai til august í ár, samanborið við sama tíðarskeið í fjør. 122.000 ferðandi hava ferðast um flogvøllin í summar. Talið á ferðandi er økt hækkað á øllum rutunetinum. Stundvísið við fráferðir er eisini vorðið munandi betri síðsta hálva árið. Í tíðarskeiðnum frá mai til august varð flogið rættstundis í 76 prosentum av øllum fráferðum. Tað er 17 prosentstig betri enn sama tíðarskeið síðsta summar. Fleiri orsøkir eru til hesa framgongdina, sigur Atlantic Airways. Ein týðandi orsøk er dagføringin av GPS grundaðu navigatións tøknifrøðini, RNP, í flogførunum, sum hevur havt við sær, at tey trý Airbus flogførini kunnu flúgva lægri og í verri sýni inn á flogvøllin í Vágum enn áður. Harumframt er flogvirksemið gjørt einfaldari, og bøtt er um innanhýsis arbeiðsgongdirnar. Jørgen Holme, ið hevur stjóri í Atlantic Airways seinasta árið, gavst í stjórastarvinum í gjár. Nýggi stjórin, Jóhanna á Bergi, setur seg í stjórastólin í dag. Kanningin vísir, at Fólkaflokkurin hevur fingið mestu umrøðuna, nevniliga 25 prosent. Sambandsflokkurin hevur fingið 20 prosent, Javnaðarflokkurin 19 prosent, Tjóðveldi 17 prosent, Miðflokkurin 7 prosent og so hava hava Framsókn og Nýtt Sjálvstýri fingið hvør síni 6 prosent. Og tað er serliga seinastu vikuna, at Fólkaflokkurin hevur fingið nógva umtalu. Miðlabarometrið hjá SamFelagnum vísir, at Fólkaflokkurin hesa seinastu vikuna upp undir valið hevur fingið 36 prosent av allari umrøðu, meðan Javnaðarflokkurin hevur næst mest við 16 prosentum. Í skrivi átalar felagið harðliga, at Partafelagið Eystur og Sandoyartunlar hevur biðið eina norska ráðgevarafyritøku prosjektera tunlarnar, uttan at føroyskar fyritøkur sleppa at bjóða upp á arbeiðið. Felagið sigur, at politiska skipanin hevur gjørt semju um, at føroyskar fyritøkur og føroyskir førleikar skuldu hava arbeiðini í sambandi við tunlarnar, men føroyskar fyritøkur eru ikki slopnar so frægt sum at bjóða, sigur Ráðgevarafelagið. Tøl hava verið frammi, sum vísa, at arbeiðið er latið norsku fyritøkuni fyri 34,5 milliónir krónur Hetta svarar til í minsta lagi 30 føroysk vitanarstørv í eitt ár. Um hetta talið passar, er arbeiðið latið norðmonum fyri í minsta lagi 10 milliónir krónur ov nógv, vísa metingar hjá Ráðgevarafelagnum. Ráðgevarafelagið sigur, at tey skilja ikki hvussu politiska skipanin kann lata tunnilsfelagið fara uttan um almenna útbjóðingarpolitikkin, sum skal tryggja kapping á økinum, so millum annað tað almenna fær tann besta prísin. Ráðgevarafelagið heitir á komandi landsstýri um at syrgja fyri, at skeiva gongdin verður steðgað beinanvegin, soleiðis at føroyskir førleikar í Føroyum verða stimbraðir heldur enn niðurlaðaðir, sum felagið tekur til. Kringvarpið fer at fylgja við valinum allan dagin og út á kvøldið til úrslitini koma. Hetta verður bæði í tíðindasendingum, morgunsendingini og í sendingini Valfepur, sum verður seinnapartin. Fylgisveinamyndir, sum ST hevur almannakunngjørt, vísa, at høvuðsbygningurin í gamla Bel templinum er lagdur í oyði. Templið er 2000 ára gamalt og var kent fyri at vera í góðum standi. ISIL hertók Palmyra frá sýrisku stjórnardeildunum fyrr í ár. Fyri tveimum vikum síðan hálshøgdu fólk hjá ISIL tann 82 ára gamla fornfrøðingin, Khaled Assad, sum í yvir 40 ár var leiðari fyri fornminnini í Palmyra. Økið er 100 ferkilometrar til støddar og liggur á 1450 metra dýpi. Hildið verður, at um talan var um olju, so høvdu 5,5 milliardir tunnur av olju verið í økinum. Elin Brimheim Heinesen hevur verið sera víða tónleikarliga, líka frá jazzi til popp. Í fyrru sendingini verður dentur lagdur á tættir og vísur, sum hon hevur sungið. Fleiri ung hava ikki møguleika at fara á val, tí tey enn ikki eru vorðin 18 ára gomul. Støðan hjá Evu Winther Negata er eitt sindur øðrvísið. Hon verður 18 ár í dag, og tað merkir, at hon fyri fyrstu ferð skal á val. 12.464 fólk kunnu velja í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn. Jó an Petur Hentze, formaður í valstýrinum , sigur, at nógv bendir, at fleiri ætla sær á val enn undanfarin ár. Fólk við menningartarni hava í flestu førum vanligan valrætt, men tað er ikki altíð líka lætt hjá teimum at fara á val. Hetta kann seta foreldrini í eina tvístøðu á valdegnum. Tað sigur Sigrun Wardum. Foreldur og onnur avvarandi at fólki við menningartarni sleppa einans inn við at velja, um viðkomandi er blindur ella sjónveikur, sigur Hilmar Høgenni, deildarleiðari í Almannamálaráðnum. Umframt at valúrslitini verða almannakunngjørd so hvørt her á síðuni, so kunnu øll í kvøld eisini fylgja beinleiðis við á heimasíðuni alt kvøldið. Kanningarnar eru ikki altíð eftirfarandi, og nú hevur veljarin avgerðina, um vit skulu hava stjórnarskifti í Føroyum, sigur Kristina Háfoss. Hon er alt ov lág, og vit hava bara fólkapensjónina og Samhaldsfasta at liva av. Tí velja vit við vónini um, at pensjónin verður bøtt, sigur hann. Tað verður heilt galið í Føroyum, um konufólkini sleppa at ráða. Tær hava nógv dingledang um hálsin og blóðreyðar varrar. Menninir hinvegin eru púra almindiligir. Vaksandi talið á eldri fólki ger hendan veljarabólkin støðugt meira áhugaverdan fyri valevnini, og pensjónsviðurskifti eru eisini so smátt farin at verða raðfest, tá dyrgjast skal eftir atkvøðum. Útlit eru til, at vit fara at verða bara 1,9 arbeiðandi fólk fyri hvønn pensjonist, um demografiska gongdin ikki broytist radikalt. Kanningarnar eru ikki altíð eftirfarandi, og nú hevur veljarin avgerðina, um vit skulu hava stjórnarskifti í Føroyum, sigur Kristina Háfoss. Valið seinast var leygardag, og tað kann vera frágreiðing uppá, hví luttøkutalið klokkan 16 var næstan 5 prosent minni enn við seinasta val. Í farnu viku sendi Kringvarp Føroya valfundin úr Trongisvági. Tróndur Vatnhamar var við í fyrireikingunum, og hvat kom burturúr, kunnu tit síggja her. Eg havi verið illa fyri, og hetta hevur nokk gjørt meg meira ógreiðan í valdystinum, sigur hann, tá Kvf spyr um vánaligu meiningarkanningarnar fyri Tjóðveldi í gjár. Men nú eri eg frískur aftur, sigur formaðurin í Tjóðveldi, Høgni Hoydal. Kringvarpið ger nógv burtur úr løgtingsvalinum, og í kvøld ber til at fylgja við valinum bæði á heimasíðuni, í sjónvarpinum og í útvarpinum. Stóra valsendingin í sjónvarpinum byrjar klokkan 19 00 í kvøld. Vertir eru Johnsigur Johannesen, Bogi Godtfred, Jón Brian Hvidtfelt og Sigrun Brend. Umframt valúrslit verður eisini prátað við ymiskar politikarar, sum eru komnir í høllina, haðani sjónvarpið sendir í kvøld. Harafturat verða innsløg, sum eru gjørd frá teimum ymisku valstøðunum, víst í sendingini. Í útvarpinum verða tað teir báðir Finnur Koba og Tróndur Vatnhamar, sum fara at hava eina heldur annarleiðis valsending, ið hevur fingið heitið Valkvøld í útvarpinumhesaferð við Koba og Vatnhamar. Valsendingin í útvarpinum byrjar eftir tíðindini klokkan 18 00. Sjónvarpið sendir til umleið klokkan 1 í nátt, tá formansumfarið hevur verið. Tað er nevniliga ólógligt at almannakunngera atkvøðuseðilin og krossin á facebook, instagram ella aðrastaðni. Meginreglan í løgtingslógini um val til løgtingið er, at valið er loyniligt. Heldur ikki er loyvt at skriva annað enn ein kross á atkvøðuseðilin. Um tú teknar ella skrivar nakað annað á seðilin, verður hann ógildaður, og telur tí ikki við. Tað eru eingir møguleikar í lógina at revsa tey, sum skuldi funnið uppá og longu hava, vísir ein skjótt gjøgnumgongd á facebook at leggja myndir av krossinum út á netið. Tróndur Vatnhamar og Finnur Koba fara syrgja fyri at valúrslitið kemur fyrr í útvarpið enn í sjónvarpið. Hetta verður simpulten sum at hyggja eftir fótbólti, fólk lurta í útvarpinum, hyggja í sjónvarpinum, siga teir at enda. Sambandsflokkurin fekk átta tingfólk á Løgtingsvalinum í 2008 Kaj Leo Johannesen 1.979 Bárður Nielsen 872 Bjørn Kalsø 704 Rósa Samuelsen 480 Alfred Olsen 473 Helgi Abrahamsen 404 Johan Dahl 327 Edva Jacobsen 311 Fólkaflokkurin fekk átta tingfólk á løgtingsvalinum í 2008 Annika Olsen 1.344 Jacob Vestergaard 1.048 Jákup Mikkelsen 455 Jørgen Niclasen 382 Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir 344 Jógvan á Lakjuni 341 Bjarni Djurholm 328 Hanus Samró 304 Tjóðveldi fekk seks tingfólk Høgni Hoydal 1.054 Kristina Háfoss 451 Bjørt Samuelsen 365 Gunvør Balle 358 Páll á Reynatúgvu 332 Sirið Stenberg 319 Tey seks ið vóru vald á ting fyri Javnaðarflokkin í 2011 Aksel V. Johannesen 1.204 Kristin Michelsen 393 Gerhard Lognberg skifti seinni til Sambandsflokkin 344 Rigmor Dam 271 Henrik Old 265 Eyðgunn Samuelsen 261 Eg havi tað ræðuligt í búkinum. So nógv, ið annars hava stuðlað mær, hava sagt, tú kemur heilt víst inn , og tí fara tey at stuðla onkrum øðrum av okkara valevnun í Havn. Hvat nú, um eg ikki røkki nóg langt , spyr Annika Olsen og leggur so afturat Eg havi faktiskt ongantíð verið so nervøs áður. Teir báðir, Finnur Koba og Tróndur Vatnhamar hava lisið á Harvard og nú fer tað at tæna samfelagnum. Soleiðis siga útvarpsvertirnir skemtandi Tróndur Vatnhamar og Finnur Koba fara syrgja fyri at valúrslitið kemur fyrr í útvarpið enn í sjónvarpið. Hetta verður simpulten sum at hyggja eftir fótbólti, fólk lurta í útvarpinum, hyggja í sjónvarpinum, siga teir at enda Seinastu vikurnar hava nógvar valplakatir verið at sæð kring landið. Men nær kunnu tær setast upp, og nær eiga tær at blíva tiknar niður Valplakatir kunnu setast upp í tíðini frá fjórða leygardegnum áðrenn sjálvt valið, og tær skulu takast niður aftur fýra dagar, eftir at valið hevur verið. Sostatt eiga allar valplakatir til hetta løgtingsvalið at vera tiknar burtur í seinasta lagið leygardagin. Tað eru ávísar reglur, ið skulu fylgjast, tá flokkarnir og valevnini heingja valplakatir upp. Á heimasíðuni hjá Kommunufelagnum stendur millum annað, at valplakatir ikki skulu setast við landsveg, har hámarksferðin er hægri enn 60. Heldur ikki á miðøkinum í rundkoyringum ella á ferðsluoyggjum er loyvt at seta valplakatir. Hafturat er umráðandi, at plakatirnar ikki verða upplýstar við sjálvstøðugari ljóskeldu, og heldur ikki skulu tær á nakran hátt líkjast einum ferðsluskelti. Valplakatir kunnu heingjast upp í sambandi við løgtings og fólkatingsval, kommunuval, fólkaatkvøður og onnur val, sum verða hildin á almannarættarligum grundarlagi. Einki val uttan working class heroes, arbeiðsmenninar, sum fáa alt tað handaliga frá hondini bæði undan og eftir atkvøðugreiðsluna. Formaðurin á valstaðnum hevði ikki meira enn læst dyrnar, so fóru teir undir at taka valklivar og gardinur niður, so høllin kann brúkast til vanligt virksemi aftur í morgin. Enn er alt ov tíðliga at fella nakran dóm ella at gera nakra forsøgn. Men eftir fyrstu níggju valstøðini eru tald upp, er Sambandsflokkurin á odda. Flokkurin hevur eina framgongd á 3,3 prosent í mun til valið í 2011. Talan er tó bert um minni enn eitt prosent av samlaðu atkvøðunum, sum eru upptaldar. Í Húsavík fær Fólkaflokkurin flest atkvøður. Flokkurin hevur fingið 33 atkvøður haðani, sum svarar til 55 prosent av samlaðu atkvøðunum. Tá avtornaði høvdu 88,3 prosent greitt atkvøðu, sammett við 85,5 prosent fyri fýra árum síðani. Í 2011 settu 10.005 fólk krossin á Hálsi. Í dag og í kvøld hava tilsamans 11.002 veljarar greitt atkvøðu. Javnaðarflokkurin eigur til hetta Løgtingsvalið 6,1 prosent av atkvøðunum, sum er ein afturgongd á 28,3 prosent samanborið við seinasta løgtingsval, tá flokkurin átti 34,4 prosent av atkvøðunum. Javnaðarflokkurin hevur havt eitt gott val í Nólsoy. Flokkurin hevur fingið 39 atkvøður, meðan flokkurin á seinasta løgtingsvalið fekk 13 atkvøður. Vestergaard er væl frammanfyri Niclasen, Old er frammanfyri Johannesen, Kaj Leo Holm Johannesen er langt afturi á Sambandslistanum, gamli formaðurin er frammanfyri nýggja í Nýggja sjálvstýrinum og Stenberg er langt frammanfyri Hoydal í Tjóðveldi. Eingin av floksformonnunum er komin serliga væl frá startinum, nú 29 tey fyrstu valstøðini eru tald upp, svarandi til 9,4 prosent av stemmunum. Brandur Sandoy úr Fólkaflokkinum hevur gjørt eitt gott val heima á Sandi. Fólkafloksmaðurin hevur fingið 136 atkvøður, og er sostatt toppskorarin á hesum valstaðnum. Meðan Fólkaflokkurin hevur fingið 40,1 prosent av atkvøðunum, hevur eisini gingist Tjóveldi væl. Flokkurin eigur 39,3 prosent av atkvøðunum. Sambandsflokkurin gongur nógv aftur. Til seinasta løgtingsval átti flokkurin 30,8 prosent av atkvøðunum, men hesaferð er bert talan um 21,8 prosent av atkvøðunum. Sambært fyrstu forsøgnini, sum byggir á tey fyrstu 38 valstøðini, so missir samgongan meirilutan. Tað er fólkaflokkurin, sum í løtuni stendur til at missa tveir tinglimir, meðan Tjóðveldi og Nýggja sjálvstýri fáa hvør sín tinglim aftrat. Eftir hesi forsøgnini stendur verandi samgonga millum Fólkaflokkin, Miðflokkin og Sambandsflokkin til at fáa 16 tinglimir, t.v.s. ein ov lítið. Sambandflokkurin er best umtóktur á Toftum. Til hetta valið eigur flokkurin 44,5 prosent av øllum atkvøðunum.Tað er ikki eins gott og til valið í 2011. Í 2011 átti flokkurin 52,6 prosent av atkvøðunum. Sostatt er talan um eina afturgongd fyri Sambandsflokkin, sum svarar til 8,1 prosentstig. Tað er borgarstjórin í Vestmanna, Pauli Trond Petersen, sum annars stillaði upp fyri Fólkaflokkin í 2011, ið fær flest atkvøður fyri Tjóðveldi. Toppskorari hjá Sambandsflokkinum og í Vestmanna yvirhøvur er Bárður á Steig Nielsen, hann hevur fingið 160 atkvøður. Tað eru 31 atkvøður færri enn til valið í 2011. Flestu persónligu atkvøðurnar eigur Edva Jacobsen úr Sambandsflokkinum, sum hevur fingið 130 atkvøður. Henni næstur er Jógvan á Lakjuni við 119 atkvøðum. Javnaðarflokkurin er størsti flokkurin á Tvøroyri. Til hetta løgtingsvalið hevur flokkurin fingið 57,6 prosent av øllum atkvøðunum. Magnus Rasmussen, valevni fyri Sambandsflokkin, hevur staðið seg væl til hetta løgtingsvalið. Við 342 atkvøðum hevur hann fingið flestar persónligar atkvøður. Talan er um eina framgongd á trý prosentstig, men tað er ikki størsta framgongdin, tí hana hevur Javnaðarflokkurin við 5,5 prosentstigum. Í Sørvági hevur Fólkaflokkurin fingið flestar atkvøður. Flokkurin hevur fingið 191 atkvøður, og tað er ein framgongd, sum svarar til 0,3 prosentstig. Stóri atkvøðuslúkurin er Jørgen Niclasen, ið eigur 151 persónligar atkvøður. Honum á baki er Eivin Jacobsen úr Sambandsflokkinum, sum hevur fingið 97 persónligar atkvøður. Hóast Sambandsflokkurin er næststørsti flokkur í Sørvági, hevur tað ikki gingist flokkinum eins væl og í 2011. Afturgongdin hjá Sambandsflokkinum er 10,4 prosentstig. Tað eru 12 ár síðani at teknmálsbrúkarin fekk Dagur og Viku teknmálstulkaða. Tað er ein menniskjarættur at brúkarin fær samfelagskunning samstundis sum onnur í samfelagnum. Tí hevur hetta verið kærkomið at valsendingarnar hava verið stroymaðar beinleiðis, somuleiðis sum sendingin verður í kvøld. Rørandi at teknmálsbrúkarin enduliga kann vera ein partur av fólkaræðinum. Sambandsflokkurin er stóri taparin á Argjum. Flokkurin hevur fingið 207 atkvøður. Í 2011 fekk hann 333 atkvøður. Tað er ein afturgongd á 10,3 prosentstig. Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin, Nýtt Sjálvstýri og Miðflokkurin hava afturgongd á Argjum, meðan hinir flokkarnir hava framgongd. Í Fólkaflokkinum er tað Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, sum hevur fingið flestar persónligar atkvøður. Hon hevur fingið 270 atkvøður. Tann, ið hevur fingið flestar persónligar atkvøður, er Bjørn Kalsø úr Sambandsflokkinum. Hann hevur fingið 367 persónligar atkvøður. Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, hevur allar orsøkir at smílast, hóast tað størsta valstaðið í landinum ikki er upptalt enn. Á løgtingsvalinum í 2011 fekk Aksel V. Johannesen tilsamans 1204 persónligar atkvøður. Longu nú er greitt, at hann hevur fingið 300 fleiri enn á valinum fyri fýra árum síðani. Løgmaður, Kaj Leo Johannesen, er hann, ið higartil hevur fingið flestar persónligar atkvøður á einum løgtingsvali. Hann fekk 1979 atkvøður á løgtingsvalinum í 2011. Hann var grammur eftir at sleppa framat mikrofonini í bæði sjónvarpi og útvarpi, fyrrverandi landsstýrismaðurin og løgtingslimurin hjá Nýggjum Sjálvstýri, Kári P. Højgaard. Bunka forsøgnini frá høllini á Hálsi í Havn gav onga ábending um, at Nýtt Sjálvstýri fór at fáa tveir løgtingslimir. Og tá Jógvan Skorheim, formaður í flokkinum, fekk fleiri atkvøður í høvuðsstaðnum, so kundi Kári P. Højgaard tað sama takk fyri seg Men Formaðurin í Javnaðarflokkinum kundi hugsað sær at skipa eina samgongu við teimum fýra andstøðuflokkunum, Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi, Framsókn og Nýggjum Sjálvstýri. Tað gjørdi hann greitt í formannsrunduni í gjárkvøldið, har tað eisini kom fram, at hann heldur fast um tað, sum hann fyrr hevur sagt at Javnaðarflokkurin ikki fer í samgongu við fólkaflokkin. Løgmaður eigur at kalla saman til eykalandsfund at viðgera vánaliga valúrslitið, segði Magni Laksáfoss, ið er nývaldur á ting fyri sambandsflokkin, við útvarpið í gjárkvøldið. Triðingurin av løgtinginum verður nú skiftur út. Tað gjørdist greitt týskvøldið, eftir at atkvøðurnar á teimum 58 valstøðunum kring landið vórðu taldar upp. Fýra borgarstjórar, ið vórðu uppstillaðir í fýra av teimum stóru kommununum í Føroyum, vórðu allir valdir í Løgtingið á valinum týsdagin. Teir fýra borgarstjórarnir eru Heðin Mortensen úr Havn, Jógvan Skorheim í Klaksvík, Kristin Michelsen á Tvøroyri og Magnus Rasmussen í Runavík. Tilsamans vóru 13 borgarstjórar í Føroyum uppstillaðir til løgtingsvalið. Sostatt varð triðji hvør uppstillaður borgarstjóri valdur í Løgtingið í gjár. Annika Olsen, landsstýriskvinna, segði áðrenn løgtingsvalið, at hon vil hava kommunustýrislógina broytta, so borgarstjórar ikki kunnu hava fulltíðarstarv sum borgarstjórar og sita á tingi. Kommunurnar umsita tung mál, eisini eldraøkið. Tí skal kommunulógin broytast, segði Annika Olsen við sjónvarpið undan løgtingsvalinum. Sjónarmiðið hjá landsstýriskvinnuni fær eisini undirtøku millum vanliga føroyingin. 70 av teimum spurdu halda ikki, borgarstjórar eiga at vera løgtingsfólk samstundis, vísti ein kanning hjá Dimmalætting fyri viku síðani. Ímun til nógv onnur uppstillað, hevði Katrin Kallsberg ikki fyrireikað tað stóra gildið gjárskvøldið. Tað er fyrstu ferð hon bjóðar seg fram, og hon væntaði tí ikki, at hon fór at vera vald. Men tað varð hon við 396 persónligum atkvøðum. Nummar tvey og trý gjørdust Vampýrella og Skrímslini, sum ávíkavist høvdu lyftini Nei til fastar songartíðir og Nei til happing . Verði eg valdur, merkir tað, at eg fáikrónur55.000, skattafríðar niður í lumman, fyri at lata meg flyta við Smyrli til og úr Tórshavn Er hetta ikki praktfullt Soleiðis segði Bjarni Hammer, valevni hjá Javnaðarflokkinum á Tvøroyri, á Facebook fýra dagar undan løgtingsvalinum í gjár. Hann varð valdur í løgtingið í gjár. Nú kunnu tey, ið valdu hann til løgtingsvalið, so smátt byrja at gleða seg. Í øllum førum um hann ger av at halda lyftið, hann gav undan valinum. Soleiðis skrivaði Bjarni Hammer á sínum Facebook vanga fríggjadagin. Boðini vóru eisini fagnað á sosiala miðlinum dagarnar eftir, har hann heystaði nógvar tumlar og viðmerkingar. Eg vísi á skeivleikan við ferðapeninginum,og hetta er ein háttur at varpa ljós á hetta, segði Bjarni Hammer í svari til fólk á Facebook, ið spurdu, hví hann gjørdi tað. Bjarni Hammer fekk 298 persónligar atkvøður á valinum í gjár. Koma allir veljararnir til jólaborðhaldið og hann brúkar allan ferðapeningin fær hvør veljari mat og drekka fyri 184 krónur á jólaborðhaldinum. Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa Bjarna Hammer at vátta, um hann ger álvara av at halda eitt stórt jólaborðhald fyri sínum veljarum, sum hann lovaði fýra dagar áðrenn løgtingsvalið. Sambandsflokkurin fekk 18,8 prosent av atkvøðunum á valinum í gjár og seks tinglimir í mun til átta tinglimir við seinasta val. Afturgongdin var seks prosentstig. Eins nógvar kvinnur sum menn eiga at sita í landsstýrinum, sum nú skal skipast. Tað heldur Katrin Kallsberg, forkvinna í Javnstøðunevndini, sum sjálv varð vald á ting fyri Tjóðveldi í gjár. Kynsbýtið í løgtinginum er óbroytt eftir løgtingsvalið. 10 kvinnur vórðu valdar í gjár, og tað er júst tað sama sum fyri fýra árum síðani. Hóast kvinnurnar sita í nærum einum triðingi av sessunum í løgtinginum, so er tað ikki nóg mikið, heldur Katrin Kallsberg. Lutfalsliga búgva flestu veljararnir hjá Tjóðveldi í Havn, meðan lutfalsliga flestu veljarar hjá Javnaðarflokkinum búgva í Suðuroy. Tað sæst í nøkrum Føroyakortum, sum Ragnar Johannesen, forritari, hevur gjørt aftaná løgtingsvalið. Í kortunum eru brúktar bæði tær persónligu atkvøðurnar og atkvøðurnar til flokkarnar. Í kortunum niðanfyri sæst, hvussu nógvar atkvøður flokkarnir hvør sær fingu lutfalsliga í hvørjum øki kring alt landið á valinum í gjár. Litirnir longst til vinstru reytt í litraðnum niðanfyri her vísa, hvar flestu veljararnir hjá flokkunum búgva. Litirnir høgrumegin blátt vísa, hvar flokkarnir fingu fáar atkvøður. Ein Sea Shepherd limur skal rinda 31.000 krónur í bót, ein 30.000 krónur og trý av teimum skuldsettu skulu rinda 25.000 krónur í bót hvør. Tey eru úr Bretlandi, Týsklandi, Hollandi, Italia og USA. Nú verður dómurin og málið lagt fyri donsku útlendingatænastuna við kravi um, at øll fólkini verða víst av landinum, sigur Hildur Hentze, dagligur leiðari á Kriminaldeildini. við Kringvarpið. Løgmaður hevur sent Jógvani á Lakjuni, løgtingsformanni, eitt skriv, har hann heitir á hann um, at loysa seg úr sínum starvi sum løgmaður LGBT hevur strongt á fyri at fáa hjúnabandslógina setta á dagsskrá í valstríðnum, og formaðurin í felagnum hjá teimum samkyndu er ovurfegin, nú úrslitið av valinum er greitt. Fýra borgarstjórar vórðu valdir á ting í gjár. Heðin Mortensen, borgarstjóri í størstu kommununi í landinum, dylir ikki fyri, at hann ætlar sær at nýta nýggja starvið til at styrkja miðstaðarøkið. Kaj Leo Holm Johannesen hevur lagt frá sær sum løgmaður, og seinnapartin fer løgtingsformaðurin at hava fund við floksformenninar, sum fara at vísa á, hvønn teir vilja hava at standa á odda fyri samráðingunum at skipa nýtt landsstýri. Og fær Aksel V. Johannesen samráðingarrættin, ætlar hann at leggja á dent á at fáa eina nýggja samgongu at semjast um eina fiskivinnunýskipann, pensjónsskipan og eina rættvísari skattaskipan. Nýggi tingbólkurin hevði seinnapartin í gjár fund um støðuna eftir valúrslitið týskvøldið, men tingmenn vóru rættiliga ullintir, tá teir komu av fundi. Tað sigur Árni Gregersen, politiskur viðmerkjari, nú Aksel V. Johannesen hevur boðað frá, at hann fyrst ætlar at royna at skipa eina samgongu millum allar fýra andstøðuflokkarnar. Tað er ringt at finna aðrar upplagdar møguleikar, og tí er tað rætt av Akseli V. Johannesen at royna hasa loysnina, sigur Árni Gregersen. Tað gjørdist sera javnt millum tey síðst valdu á løgtingsvalinum í týskvøldið so javnt, at Nýtt Sjálvstýri bert hevði ein tingmann valdan tað mesta av kvøldinum. Ein teirra, sum fall á valinum týsdagin, er Helgi Abrahamsen. Hann byrjaði sum floksskrivari hjá Sambandsflokkinum í 1999, og í 2008 gjørdist hann tingmaður. Meðan hann hevur verið tingmaður, hevur Helgi Abrahamsen tikið journalistútbúgving, og útbúgvingin kann koma væl við nú, sigur fyrrverandi tingmaðurin hjá Sambandsflokkinum Um tú er fødd, ella føddur í árgangunum frá 1997 til 2002 so kanst tú gera títt egna val. Skal eg fara til myndlist, til sjónleik, ella til eina av hinum fýra spennandi verksmiðjunum sum verða á stevnuni frá 12. til 14. oktober Líka mikið hvørja av hesum tú velur, so er tað púra vist, at tú fert at hava eina fantastiska uppliving, eina uppliving fyri lívi, um tú skalt meta út frá teimum, sum fyrr hava verið á stevnuni. Ongin fer at fara vónbrotin heim. Og í ár er stevnan longri enn nakrantíð fyrr og enn fleiri sleppa við Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, hevur boðið floksformonnunum til fundar seinnapartin. Formenninir skulu vísa løgtingsformanninum á, hvønn teir halda skal standa á odda fyri at skipa nýggja landsstýrissamongu eftir løgtingsvalið týsdagin. Men av tí at einki er hent, mælti Jarðfeingi til ikki at leingja fyribilsloyvið, men mælti til at Jarðfeingi sjálvt skuldi gera kanningar í Vestmannaøkinum, og síðani skuldi støða takast til umsóknirnar av nýggjum. Tað góðtók landsstýrismaðurin í vár, men í mai broytir hann støðu, og gevur boð um at leingja fyribilsloyvið. Haraftrat mælti hann til at loyvið hjá Røkt kann víðkast, um tað verður neyðugt. Á fundi gjørdi landsstýrismaðurin eisini greitt, at hann ætlaði at syrgja fyri, at Røkt og SEV fara at samstarva í økinum við Vestmanna. Grundgevingin hjá Johan Dahl, var, at tað hevur týdning, at aðrir veitarar enn SEV sleppa upp í virksemið við orku í Føroyum. Jóhan í Niðristovu, stjóri í Røkt, sigur, at SEV mótarbeiðir teirra ætlanum, hóast tað er í einum øki, sum SEV als ikki hevur víst áhuga fyri. Stjórin í Røkt sigur, at Røkt fór undir sítt virksemi í 2003, tí SEV ikki vísti nakran áhuga fyri vindorku. Síðani í 2004 hevur Røkt roynt at fáa eitt loyvi, sum fevndi bæði um vindorku og vatnorku, og felagið fekk eitt fyribilsloyvi í 2010, sum var longt í summar. Røkt hevur sett sær fyri at gagnnýta teir møguleikar sum eru í økinum við Vestmanna, á Mýrunum og í Heygadali. Fyrsta stigið er at pumpa brúkta vatnið frá Mýrunum við vindorku úr Heygadali niðan aftur í Mýrarnar. Eftir elveitingarlógini kunnu aðrir veitarar lata streym á netið hjá SEV. Og eftir somu lóg kann landsstýrismaðurin seta fram krav um, at loyvishavarar samstarva um útbúnað og savningarøki. Tað er gjørt, so fleiri kunnu sleppa framat. Sleppur gongdin at halda fram, so er ikki hugsingur um, at tann parturin av elveitingarlógini, sum gevur fleiri veitarum møguleikar at framleiða streym, fer at virka. Tá fáa brúkararnir ikki ágóðan av betri og bíligari tænastum, og monopolstøðan heldur fram, sigur Jóhan í Niðristovu, stjóri í Røkt. Har var tað sum at leita eftir húki á bládýpi, ein atkvøða manglaði, tá upptalt varð, og tí varð neyðugt at telja umaftur og umaftur, sigur Arnhold Joensen, formaður í valstýrinum á Oyrarbakka. Tað sigur Aksel V. Johannesen, formaðuir í Javnaðarflokkinum, eftir óformliga fundin, sum hann hevði hinar andstøðuflokkarnar í gjárkvøldið. Aksel V. Johannesen sigur, at verður litið honum upp í hendi at standa á odda fyri landsstýrissamráðingunum, er grundarlag at fara undir samráðingar við Tjóðveldi, Framsókn og Nýtt Sjálvstýri um samgongu. Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, sigur eftir fundin í gjárkvøldið, at hann hevur góðar vónir um, at samgongusamráðingarnar millum andstøðuflokkarnar kunnu halda fram. Á fundi hjá tingmanningini í gjár gjørdist greitt, at Kaj Leo Holm Johannesen ikki kann halda fram sum formaður. Tað vilja valdu tinglimirnir ikki. Tað hevur leingi prutlað undir lokinum í flokkinum, og eftir at flokkurin hevði stóra afturgongd, og misti tríggjar tinglimir, krevja valdu tinglimirnir, at broyting kemur í, og at neyðugt er at fáa flokkin aftur á beint, sum onkur málber seg. Men mannagongdin er, at landsnevndin verður kallað saman til fundar. Tað verður gjørt alt fyri eitt, og sum útvarpið skilir, verða fundarboðini send út í dag. Hvør verður nýggjur formaður í Sambandsflokkinum er kortini ikki greitt, tað er millum annað eitt av málunum sum landsnevndin skal taka støðu til. Hinvegin sigur hann, at tað er rætt og rímiligt, at onkur annar bjóðar seg fram at standa á odda fyri Sambandsflokkinum og fáa eitt betri úrslit, enn flokkurin fekk á fólkatingsvalinum og løgtingsvalinum. Hoyr samrøðu, sum Lív Mikkelsen gjørdi við Kaj Leo Holm Johannesen í útvarpstíðindunum. Orsøkin til seinkingina er millum annað tær nógvu brævatkvøðurnar og at tað gjørdist bíðirøð beint tá valhølini skuldu steingja, sigur formaðurin í valstýrinum í Havn, Jóan Petur Hentze. Hann sendi í gjár Jógvani á Lakjuni, løgtingsformanni, umbøn um at sleppa frá sum løgmaður, og hesum hevur løgtingsformaðurin eftirlíkað. Nú klokkan 14 fer løgtingsformaðurin at hava fund við floksformenninar hvør sær, hvønn teir vísa á skal fáa litið upp í hendi at standa á odda fyri samgongusamráðingunum. Fundurin millum Jógvan á Lakjuni, løgtingsformann, og Aksel V. Johannesen, um hvør skal vera samráðingarleiðari, vardi bert einar 10 minuttir. Jógvan á Lakjuni segði fyrr í dag, at hann væntar at brúka umleið 10 minuttir til hvønn av teimum sjey floksformonnunum, sum skulu vísa løgtingsformanninum, hvønn teir halda skal vera samráðingarleiðari. Heksirnar snýr seg um ein drong og ommu hansara. Foreldrini eru deyð í eini ferðsluvanlukku, so omman noyðist at taka sær av honum. Omman sigur honum søgur um heksir, soleiðis at hann kann kenna tær aftur, um hann møtir eini slíkari. Eitt summarið fara drongurin og omman at ferðast, og á hotellinum halda heksirnar ársfund og drongurin frættir av misgávum um teirra ræðuligu og óndu ætlanir, áðrenn tær finna og fanga hann So øll tit, sum hava hug at uppliva ein sjónleik við fúkandi ferð, ramum gandi og ein sakleysan, foreldraleysan drong, sum stríðist móti teimum óndu heksunum, komið á Tjóðpallin. Og takið foreldrini við um tey tora Fólkaflokkurin og Miðflokkurin vilja hava ein fullveldissamgongu, og teir hava boðið Høgna Hoydal, formanni í Tjóðveldi, at standa á odda fyri samráðingunum um at skipa samgongu. Fyri løtu síðani var Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, á fundi við løgtingsformannin, og hann vísti á Høgna Hoydal sum samráðingarleiðara. Jenis av Rana skal hvørja løtu hitta løgtingsformannin. Men Høgni Hoydal tekur eftir øllum at døma ikki av, tí hann hevur víst á Aksel V. Johannesen sum samráðingarleiðara, og Aksel V. Johannesen hevur mælt løgtingsformanninum til, at tað verður formaðurin í Javnaðarflokkinum, sum verður samráðingarleiðari. Kaj Leo Holm Johannesen, formaður í Sambandsflokkinum, er í løtuni á fundi við løgtingsformannin, og hann vísir á Aksel V. Johannesen sum samráðingarleiðara. Nú er greitt, at meirilutin av floksformonnunum vil hava Aksel V. Johannesen, formann í Javnaðarflokkinum, at standa odda fyri samráðingunum at skipa nýggja landsstýrissamgongu. Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, Kaj Leo Holm Johannesen, formaður í Sambandsflokkinum, Poul Michelsen, formaður í Framsókn, og Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, vísa á Aksel V. Johannesen. Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, hevur havt fund við floksformenninar síðani klokkan 14, og teir fáa umleið 10 minuttir í part. Punjab er ein bólkur, ið fann saman fyri góðum trimum árum síðani í tónleikabreytini í Nám X. Tað vóru seks dreingir úr Havn og Hoyvík, ið skjótt gjørdust kendir við góðu og annaðleiðis cover løgunum. Teir spældu á pallum kring landið bæði í summar og síðsta ár og fólkið hevur dámt teir avbera væl. Tað er bara promovering av fløguni, ið kemur út 18. septembur. Vit spæla útgávukonsert í Perluni fríggjakvøldið, har man eisini fer at hoyra nýggja tónleikin hjá okkum. Tað tók okkum rættiliga leingi at gera eitt sjónbandalag, ja, og fløguna faktiskt, tí at vit vóru so ræðuliga ungir, tá ið vit byrjaðu. Og tað er jú eitt stórt og dýrt projekt. Vit tosaðu leingi um tað, áðrenn vit fóru í studio. Ætlanin var at taka 3 løg uppá. Vit fingu so sannført producaranum til at gera eina EP, ið so bleiv til eina fløgu. Polar Films Entertainment Vit høvðu onkur hugskot og teir høvðu onkur hugskot, so vit tosaðu aftur og fram, og gjørdu tað so. Tað hevur verið mega kul at arbeitt við teimum. 18. septembur. Fløgan verður feit Hon eitur The Flying Elephant , eftir einum sangi á fløguni. Tekstirnir hjá okkum eru ræðuliga tilvildarligt skrivaðir. Eg haldi at Kristian Pauli hevur skrivað akkurát tann sangin. Vit hava so sjálvandi ein flúgvandi elefant á permuni. Uni Árting, kom við hugskotinum. Vit vístu so honum okkurt hugskot og so bleiv hettar úrslitið. Uha Eg veit ikki. Okkurt slag av alternativum funk rock i Fyrr kallaðu vit tað jazz inspirerað alternativt funk rock , men vit hildu tað vera eitt ov langt og ljótt heiti. Ja tú, eg veit ikki. Vit ganga allir í student nú og so er spurningurin, um vit fara at lesa ella spæla aftaná. Tað má tíðin bara vísa. Vit vera í hvørtfall ein bólkur í eitt ár avtræt. Punjab er bert eitt, av spennandi nøvnunum, ið verða at síggja til tiltakið Ungar R ddir í Perluni fríggjakvøldið. Les meira um tiltakið her Elin Brimheim Heinesen hevur verið sera víða tónleikarliga, líka frá jazzi til popp. Hon var nógv frammi í sjeytiárunum í V4. Í seinnu sending fara vit millum annað at hoyra Elina greiða frá, hvussu tað var at syngja beinleiðis í undirhaldssendingum, um fyrimyndir og um fløguna Yndisløg. Hon fer eisini at syngja nakrar tættir frá undirhaldssendingum. Tórður Johannesarson hevur lagt til rættis. Fyri løtu síðani høvdu allir floksformenninir verið hjá løgtingsformanninum við sínum boði uppá, hvør skal standa á odda fyri samgongusamráðingunum. Allir floksformenninir uttan Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, vísa á Aksel V. Johannesen, formann í Javnaðarflokkinum. Jørgen Niclasen vísti á Høgna Hoydal, formann í Tjóðveldi. Alt bendir sostatt á, at Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, formliga fer at heita á Aksel V. Johannesen um at vera samráðingarleiðari. Ið hvussu er eru tingmanningarnar í øllum flokkum farnar á Gamla apotek. Sum skilst fer Aksel V. Johannesen fyrst at hava fund við Tjóðveldi og síðani Framsókn seinni í dag. Stórur munur var á veljarakanningunum hjá Fynd og Gallup, sum vórðu kunngjørdar mánadagin. Valúrslitið vísti, tá avtornaði, at kanningin hjá Gallup var meira eftirfarandi. Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur, sum ger kanningarnar hjá Fynd, er ikki samdur við Sjúrð Skaale. Hann vísir á, at ein veljarakanning einans vísir, hvat fólk siga seg fara at velja og ikki, hvar tey seta krossin á valdegnum. Sambandsfeløgini høvdu fleiri fundir í summar um júst formanssessin í Sambandsflokkinum, og tá tóku valfeløgini undir við Kaj Leo Holm Johannesen, sum formanni. hvat er hent síðani Hoyr samrøðu við Joen Peter Petersen, formann í Sandoyar Sýslu Sambandsfelag. Hann sigur, at orðini standa fyri hansara egnu rokning. Kaj Leo Holm Johannesen takkar í einum tíðindaskrivi fyri seg sum formaður í Sambandsflokkinum. Fyrr í dag handaði hann løgtingsformanninum sína uppsøgn sum løgmaður. Tað hevur kravt nógva orku og tíð at fylgja politisku visjónunum og røkja politisku leiðsluuppgávurnar, og halda Sambandsflokkin á ovastu rók, sigur Kaj Leo Johannesen. Men tað hevur eisini verið sera spennandi og gevandi at røkja hesar politisku leiðsluuppgávur og álitisstørv, og eg havi havt nógvar góðar løtur saman við mínum politisku starvsfeløgnum og møtt nógvum fólkum, bæði her í landinum og í útlandinum. Eisini hevur politiska arbeiðið í allar mátar verið sera læruríkt, sigur Kaj Leo Holm Johannesen millum annað í tíðindaskrivinum. Fyri framman stendur ein nýggj tíð og eg fari nú at røkja løgtingsarbeiði og halda fram við mínum politiska arbeiði og gera mítt til, at Sambandsflokkurin gerst ein sterkur flokkur, sum framhaldandi myndar føroyskan politikk, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. Samgongusamráðingarnar eru nú av álvara byrjaðar millum flokkarnar, sum seinastu árini hava sitið í andstøðu. Hetta gjørdist greitt aftaná, at floksformennirnir í dag góvu Aksel V. Johannesen samráðingarrættin. Realitetssamráðingarnar halda fram til leygarkvøldið, tá ætlanin er at hava ein steðg, sigur Aksel V. Johannesen, samráðingarleiðari. Flóttafólkamál skulu við í samgonguskjalið, og vit eiga at hava eina skipaða ætlan fyri, hvussu vit sum tjóð kunnu vera við til at loysa hesa alsamt vaksandi uppgávu. Tað mugu vit í morgin, um vit skulu hava stig, sigur Lars Olsen, landsliðvenjari, sum longu í dag avdúkaði ein av teimum ellivu leikarunum, sum byrja inni ímóti Norðurírlandi. Runnið verður á vinstra bredda á vegnum. Undantikið er tó úr Vatnsoyrum til Miðvágs, har runnið verður á høgra bredda uttan fyri koyribreytina. Runnið verður millum annað eftir gamla vegi niðan á flogvøllin og undir hálvtakinum í Vága Floghavn verður vatn og søtur drykkur at fáa. 77 rennarar hava boðað frá luttøku, enntá onkur, sum er komin alla leið úr Honolulu á Hawaii til Føroya, skriva fyrireikararnir í tíðindaskrivi. Evropisku londini hava broytt Miðjarahavið, sum var vøggan hjá tjóðmentanum, og londini eru samsek í brotsverkunum, sum verða framd, hvørja einastu ferð eitt flóttafólk doyr, sigur Erdiogan, tá hann í dag í Ankara, tosaði um flóttafólkakreppuna í ES. Svenski uttanríkisráðharrin, Margot Wallstrøm, segði eftir fund millum uttanríkisráðharrarnar úr Svøríki, Finnlandi, Danmark, Noregi, Íslandi, Estlandi, Letlandi og Litava, at ES skal loysa stóra streymin av flóttafólkum og tilflytarum, sum koma til ES. Málið fer at standa ovast á dagskrá hjá ES í langa tíð. Vit mugu koma við loysnum, og vónandi finna vit eina gongda leið, sigur Wallstrøm. Hon vísur á stóru ósemjuna um Dublin samtyktina, sum ber í sær, at fyrsta ES landið, sum ein umsøkjari um friðskjól kemur til, skal viðgera umsóknina. Nøkur lond vilja broyta samtyktina og ójavna býtið av flóttafólkum, sigur Margot Wallstrøm. Hon vil ikki gera viðmerkingar til, um ES skal gera felags móttøkustøð í Grikkalandi og Italia, so at tey, sum søkja um friðskjól verða fyri seg og flóttafólk fyri seg. Íslendski uttanríkisráðharrin, Gunnar Bragi Sveinsson, vil ikki gera viðmerkingar um, at Ísland næsta ár bert fer at taka ímóti 50 flóttafólkum. Ansaleys sigling í sambandi við at grindina í Sandavági 12. august fekk ákæruvaldið í Føroyum at senda út altjóða eftirlýsing eftir RIB bátinum hjá Sea Shepherd. Siglingin var til vanda fyri tey, sum vóru við í grindarakstrinum, og sostatt hava tey fýra mótmælisfólkini, sum vóru í bátinum, brotið revsilógina um fyrilitaleysa vandagerð, sigur løgreglan. Atljóða rættarlig áheitan frá ákæruvaldinum í Føroyum var tí orsøkin til, at skotskir myndugleikar løgdu halda á Rib bátin, sum var umborð á Sea Shepherd skipinum, Sam Simon, tá hann kom inn til Lerwick í Hetlandi fyrr í vikuni. Talsmaðurin fyri skotsku løgregluna sigur við BBC News, at løgreglan í Føroyum hevði eftirlýst bátin og við boðum um at leggja hald á hann. Aðra viðmerking hevði hann ikki, skrivar BBC News. Ísland tók í gjár allan heimin á bóli, tá ið landsliðið í fótbólti enn einaferð vann á Hollandi í Hollandi. Við 1 0 sigrinum í Amsterdam í gjárkvøldið vantar íslendingum nú eittans stig fyri at sleppa við í EM endaspælið. Stigið kunnu teir tryggja sær sunnudagin, tá teir skulu spæla móti Kasakstan á Laugardalsvøllinum. Sigurmálið í dystinum í gjár skoraði Gylfi Sigurðsson í 51. minutti, tá ið Ísland fekk brotsspark. Hollendska liðið varð undirmannað longu í fyrsta hálvleiki, tá Bruno Martins Indi sló íslendska framherjan Kolbein Sightórsson í høvdið, og Bruno fekk reytt kort og varð sendur av vøllinum. Hollendska liðið megnaði í fjør at koma upp á triðja pláss í HM endaspælinum í Brasil. Í ár hevur tó gingið óvanliga illa, og tapið fyri Íslandi kemur dátt við hjá nýggja venjaranum, Danny Blind. Sambært the Guardian vóru 3.000 íslendingar við og stuðlaðu landsliðnum í Amsterdam í gjár. Hetta svarar til eitt prosent av íslendska fólkinum. Smyril fer væntandi at sigla oftari í nýggja valskeiðnum, verður tað Javnaðarflokkurin, sum fær leiðsluna í nýggja landsstýrinum. Og hvalbingar kunnu kanska rokna við nýggjum tunli. Suðuroyingarnir eru nevniliga so manssterkir í Javnaðarflokkinum, at tað fer at síggjast aftur, heldur Árni Gregersen, politiskur viðmerkjari. Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, váttar nú, at danska stjórnin hevur skotið upp, at Helle Thorning Schmidt, forsætisráðharri, skal verða flóttafólkahákommisserur í ST. Eg havi víst á Helle Thorning Schmidt sum eitt sterkt umboð til leiðarastarvið í UNCHR, sigur Lars Løkke Rasmussen, sum í løtuni hevur tíðindafund á Christiansborg saman við Helle Thorning Schmidt. Helle Thorning Schmidt tapti fólkatingsvalið í summar, og longu valkvøldið legði hon frá sær sum forsætisráðharri og forkvinna í danska Javnaðarflokkinum. Íløguætlanin, sum landið hevur sett út í kortið fram til 2024, kann hava skaðiliga ávirkan á búskapin. Landið eigur tí at eftirmeta íløguætlanina. Í frágreiðingini setur Búskaparráðið kikaran á íløgurnar hjá landinum, kommununum og so teimum almennu feløgunum, sum til dømis Føroya Tele og SEV. Ráðið hevur kannað íløguætlanina hjá landinum fram til 2024, og hevur samstundis spurt kommunur og áðurnevndu feløg um teirra íløguætlanir fram til 2024. Til dømis verða íløgurnar hjá landinum yvir 700 milliónur krónur í 2018, 2019 og 2020. Og síðani minka tær niður í bara 250 milliónir krónur í 2022. Vandi er sostatt fyri, at ein slík íløguætlan gerst konjunktur viðgangandi á sama hátt sum í áttatiárunum, og í sambandi við seinastu fíggjarkreppuna. Fíggjarpolitisk atlit kunnu neyvan hava verið tikin, tá hendan íløguætlanin er vorðin til, verður sagt. Samanumtikið verður mælt til, at íløgurnar á landsíløguætlanini verða raðfestar av nýggjum, og eisini rullandi endurraðfestar við jøvnum millumbilum, og at tann politiska skipanin, ið skal luttaka í hesi raðfesting, í størst møguligan mun ger sær greitt tey raðfestingarkriteriir, sum rímilig eru at nýta í sambandi við slíka íløguætling, sigur Búskaparráðið. Vónirnar vóru góðar, eins og í fjør, men hitin í sjónum og tað, at tað hevur ikki viðrað, hevur enn einaferð ávirkað royndarfiskiskapin eftir makreli. Í summar ásetti Grønland sær kvotu, ið var 85.000 tons av makreli, og vónirnar í fíggjarlógaruppskotinum eru settar eftir hesi nøgd, sum svarar til 90 milliónir krónur í inntøku. Men grønlendsku og útlendsku skipini hava fram til 1. september bara fiskað ein triðing av kvotuni. Og grønlendska fiskimálaráðið sigur við Sermitsiaq, at loyvishavararnir hava steðgað makrelfiskiskapinum í ár. Fiskavirkini hava í ár bara skrásett, at 30.300 tons av makreli eru fiskað. Um somu tíð í fjør vórðu 50.048 tons fiskað, og tað var hildið at vera sera lítið. Vit hava spælt lotto við fíggjarlógini. Tað eiga vit at læra av. Tú kanst ikki rokna við inntøkum, soleiðis sum vit hava gjørt. Skulu vit hava eina fíggjarlóg, sum ikki vísir hall, eigur grundarlagið ikki at vera ivasamar inntøkur, og um veðrið er til vildar, sigur Naaja Nathanielsen, landstingslimur fyri Inuit Atagaatiiit. Kaldir havstreymar, vánaligt veður og at fiskurin er farin úr grønlendskum sjógvi fyrr enn vanligt er orsøkin til vánliga makrelfiskiskapin í ár, skrivar sermitnistq.gl. Landsnevndin hevur fund næsta fríggjadag, har úrslitið av fólkatings og løgtingsvalinum verður umrøtt. Síðani verður kallað saman til eykalandsfund, har nýggjur formaður skal veljast. Umframt at umrøða støðuna eftir valini, so skal landsnevndin eisini taka støðu til at kalla saman til eykalandsfund, har nýggi formaðurin skal veljast. Tað skulu ganga minst 14 dagar frá tí, at lýst verður til eykalandsfund, til fundurin verður. Verður borið skjótt at, kann eykalandsfundurin vera í hesum mánaðinum. Magni Laksafoss, sum varð valdur aftur á valinum týsdagin, segði í gjár, at hann ikki hevur tikið avgerð um, um hann stillar upp til formansvalið. Tað eru valfeløgini, sum skjóta upp, hvønn tey vilja hava sum formann. Tey noyðast ikki at verða samd, og tí er møguleiki fyri, at tað verður meiri enn eitt formansevni at atkvøða um á eykalandsfundinum. Bárður Nielsen er næstformaður í Sambandsflokkinum, hann varð valdur á landsfundinum í vár, tá var einki mótvalevni, og hann varð einmælt valdur. Manningin í tingbólkinum er ikki tann sama, Edmund Joensen og Magni Laksafoss eru aftur partur av tingmanningini, og Magnus Rasmussen er nývaldur. Teir, sum vórðu valdir aftur, eru Kaj Leo Holm Johannesen, Bárður Nielsen og Bjørn Kalsø. Annanhvønn mikudag fer Havnar Bio undir heitinum Filmsfelagið at sýna nýggjar filmar, sum eru listaliga áhugaverdir. Úti i heimi verður hetta slagið av filmum onkuntíð nevnt art house filmur. Sjálvandi er ymiskt, hvat ein biografgangari og ein annar halda verða listaliga áhugavert og viðkomandi, men Havnar Bio fer við átakinum Filmsfelagið at royna seg við eini miðsøkjandi leið, sum annan vegin savnar áskoðarar og hin vegin gevur atgongd til film, sum ikki verður settur á vanligu skránna. Næraberg royndarfiskaði eisini, og teir góvust fyri fimm døgum síðani. Teir fingu bara 1300 tons tilsamans, og tað er ov lítið, sigur reiðarin, Hanus Hansen Eitt komandi landsstýri eigur at umraðfesta íløgurnar hjá tí almennu, soleiðis at ikki ov nógv ferð kemur á føroyska búskapin. Hetta mælir búskaparráðið til í síni heystfrágreiðing Eina løtu var hann uttanfyri tingið, men so var hann kortini valdur. Kári P. Højgaard bíðar í spenningi eftir fínteljingini av løgtingsvalinum leygarmorgunin. Limir í Amnesty vitjaðu flokksformennirnar á Gamla Apoteki í dag. Amnesty vil hava eina komandi samgongu at seta sær sum mál at broyta lógina viðvíkjandi neyðtøkum. Dysturin verður broyttur, tá 70 minuttir eru spældir. Vit fáa eitt reytt kort, og tað broytir alt. Vit vóru væl við og Norðurírland hevði bert eina beinleiðis atsókn á okkara mál. Men keðilig fríspørk og reyta kortið gjørdi uppgávuna trupla. Byrjanin hjá okkum í kvøld var ikki góð, men so koma vit væl í dystin og fáa eisini eitt málið til 1 1. Eg trúði uppá sigurin tá vit fóru til hálvleik. Men tá støðan verður 2 1 og vit eru 10 menn á vøllinum, tá er trupult at vinna ein dyst. Tí eri eg sera vónbrotin. Vit eru skuffaðir í kvøld og tá vit vakna í morgin, men so byrja fyrireikingarnar móti Finnlandi. Og eg trúgvi uppá ein sigur har. Eg eri noyddur at gera onkra broyting, men havi enn ikki hugsað so nógv um tað. Soleiðis segði landsliðsvenjarin hjá føroyska landsliðnum, Lars Olsen, aftaná 3 1 tapið fyri Norðurírlandi. Jóan Símun var hugtungur og vónbrotin, tá vit hittu hann aftaná tapið fyri Norðurírlandi í gjárkvøldið. Dysturin var bert fáar minuttir gamal, tá dómarin metti at fyrsta takklingin hjá Jóan Símuni Edmundsyni í dystinum, skuldi kosta honum eitt gult kort. Gula kortið hevði sjálvandi við sær, at Jóan Símun varð noyddur at ansa sær, soleiðis at hann ikki fekk eitt gult kort afturat. Stutt fyri hálvleik kemur Jóan Símun at standa í eini sera góðari støðu, eftir at Sonni Ragnar Nattestad stríddist væl oman á baklinjuna og spældi bóltin flatt innfyri. Tá sá so einfalt út, men hegnisliga avrikaði toftamaðurin júst sum ein áleypari skal gera og Jóan Símun skoraði aftur fyri Føroyar. Føroyska liðið stóð seg væl fyrstu løtuna av seinna hálvleiki, men tá ið 70 minuttir vóru spældir, glíður Jóan Símun Edmundson. Heldur býtt toyggir hann seg í royndini at raka bóltin í staðinfyri at hála beinini til sín. Jóan Símun fær ikki fatur á bóltinum og ger aftur eitt fríspark. Har var eingin góða mamma, Jóan Símun fær seinn gula kortið, og Føroyar skuldu spæla 10 móti 11 monnum síðstu 20 minuttirnar av dystinum. Reyða kortið broytti dystin Man kann bert meta um hvat hevði verið og ikki, men stutt eftir reyða kortið skora Norðurírar til 2 1, og luftin fer úr føroysku ballóini. Síðani gjørdist støðan 3 1 og føroyska liðið noyddist at ásanna eitt tap fyri Norðurírlandi. Eg eri svarti Per Eftir dystin er Jóan Símun sera harmur um reyða kortið og heldur seg hava svikið føroyska liðið. Jóan Símun Edmundson er ikki við ferðalagnum, sum í løtuni er á veg til Finnlands at spæla enn ein undankappingardyst. Hoyr samrøðuna við vónbrotna málskjúttan. Fyrrapartin byrjaði fínteljingin í útvarphøllini. Allar atkvøðurnar frá løgtingsvalinum mánakvøldið skulu teljast av nýggjum. Malan Johansen er forkvinna í løgtingsvalnevndini. Færri havhestaungar eru í Høvdanum í Skúvoynni í ár enn í fjør. Tað vísa teljingar, sum Bergur Olsen, fuglafrøðingur, hevur gjørt í august mánað í Høvdanum í Skúvoynni. Hann er tann einasti, ið telur havhestaungar í Føroyum, og tað hevur hann gjørt hvørt summar í 15 ár. 35 færri enn í fjør Í ár vóru 102 havhestaungar í Høvdanum, og hetta eru 35 færri enn í fjør. Yvirhøvur er talið av havhesti minkað nakað síðan í 90 unum, men hetta er ein náttúrlig gongd, sigur Bergur Olsen. Talið av havhestaungum í Høvdanum er ikki umboðandi fyri allan havhestastovnin í Føroyum, men kann kortini geva eina lítla ábending um gongdina. Samgongusamráðingarnar millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi, Framsókn og Nýtt Sjálvstýri vórðu tiknar upp aftur fyrrapartin. Aksel V. Johannesen, samráðingarleiðari, letur væl at. Búskaparráðið undrast á, at Føroyar hava uppbygt sær næstan seks milliardir í bruttoskuld seinastu árini, meðan tíðirnar hava verið so góðar. Bruttoskuldin hjá Føroyum er í ár 5,9 milliardir krónur. Bara eitt ár síðan ár 2000 hevur skuldin verið hægri enn í ár. Tað var í 2013, tá bruttoskuldin var 6,1 milliardir krónur. Tá eru tænastumannaskyldur og aðrar veðhaldsskyldur hjá landskassanum ikki íroknaðar. Skuld eigur ikki at byggjast upp í so góðum tíðum sum Føroyar hava havt seinastu árini, sigur formaðurin í Búskaparráðnum, Sverri Hansen. Tað sigur Gunn Johannesen, sum er sjálvboðin í Klædnahjálpini hjá Reyða Krossi, sum í dag letur klæði til barnafamiljur, sum hava hjálp fyri neyðini. Klædnahjálpin hevur latið klæðir til illa sperdar barnafamiljur fýra ferðir um árið síðani 2013. Og heilt nógvar familjur nýta møguleikan, og hava brúk fyri hjálpini, sigur Gunn Johannesen. ES hevur 14. september kreppufund um spurningin um, hvussu ES kann hjálpa flóttunum. Og ST heitti í gjár á øll lond í Evropa um at gera eina felags ætlan um at taka ímóti og býta flóttafólk millum sín. Vit eiga eisini at taka ábyrgd av vanlukkuligu støðuni, og taka ímóti flóttafólkum í Føroyum. Tað heldur Hjalti í Jákupstovu, formaður í Reyða krossi Føroyar. Reyði Krossur kemur við almennari fráboðan Hann leggur tó dent á, at hetta er hansara persónliga meining. Reyði Krossur Føroya kemur væntandi við einari almennari fráboðan um spurningin áðrenn 12. september. Amerikanskir fjølmiðlar siga, at Russland hevur sent hernaðarútgerð og ráðgevarar til Sýria, og í Washington verður hildið, at Russland soleiðis styrkir um støðu sýriska forsetans Bashar al Assad. Slíkt fer bert at gera stríðið enn harðari hevur John Kerry sagt í telefonsamrøðu við russiska uttanríkisráðharranum Sergei Lavrov. Russland hevur stuðlað Bashar al Assad, forseta, og stjórn hansara øll árini bæði undan og eftir at borgarakríggið í Sýria brast á fyri fýra árum síðani. New York times skrivar frá keldum í amerikansku umsitingini, at Russland hevur sent hernaðarserfrøðingar til Sýria og eftirlitsútgerð til ein flogvøll, sum sýriska stjórnin hevur ræðið á, og sum illgruni er um, at russar kunnu ætla at flúgva hernaðarútgerð til. Russiski forsetin Vladimir Putin vísti fríggjadagin aftur, at Russland skal hava ætlanir um nakran leiklut í borgarakrígnum í Sýria. Smávegis broytingar eru hendar í atkvøðutalinum hjá bæði flokkum og valevnum, men broytingarnar ávirka ikki endaliga úrslitið, ið varð kunngjørt valdagin. Býtið av tingfólkum er sostatt tað sama Javnaðarflokkurin átta tinglimir, Tjóðveldi sjey, Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin seks og Framsókn, Miðflokkurin og Nýtt Sjálvstýri fingu tveir tinglimir í part. Umboð fyri teir fýra flokkarnar, Javnaðarflokkin, Tjóðveldi, Framsókn og Nýtt Sjálvstýri sótu út á kvøldið í gjárkvøldið og arbeiddu uppá samgongugrundarlagið. Flóttafólk í hundraðtali eru aftur í morgun komin til Týsklands úr Eysturríki og Ungarn. Tey flestu eru komin til Munchen har tey vera móttikin á jarnbreytastøðini og send víðari til aðrar týskar býir. Seinasta samdøgrið ella bæði tvey eru 10.000 fólk komin um markið úr Eysturríki eftir at Ungarn lat tey fara. Tað var gjørt, tá flóttafólk í túsundatali fóru til gongu úr høvuðsstaðnum Budapest, har myndugleikarnir ikki vildu lata tey sleppa í tokini til Eysturríkis og Týsklands. Í staðin fóru tey til gongu eftir motorvegnum vestureftir, men tað var hidið at vera so vandamikið, at ungarsku myndugleikarnir sendu bussar at koyra tey móti markinum til Eystuurríkis. Mong flóttafólk vildu tó ikki fara upp í bussarnar av illgruna til ungarsku myndugleikarnar, sum framman undan høvdu roynt at savna tey í legur, har ætlanin var, at tey skuldu skrásetast. Men tað vildu flóttafólkini ikki, tí meginreglan í ES er, at tað limalandið, higar flóttafólkini fyrst koma, skal veita teimum friðskjól. Týskland fer væntandi at taka ímóti 800.000 flóttafólkum í ár, og Angela Merkel, samveldiskanslari sigur, at tað er Týskland ført fyri. Men hon skal hava fund við flokkarnar í stjórnarsamgongu síni um støðuna, tí fleiri politikarar á høgravonginum halda, at tað kann fáa uppaftur fleiri at fara heimanífrá og seta kós ímóti Týsklandi. Í ES skal flóttafólkapolitikkur eitast at vera felags, men ES londini hava onga felags støðu til kreppuna ella hvat gerast skal. Higartil í ár eru 350.000 flóttafólk komin Evropa. Londini við Miðjarðarhavið, Grikkaland og Italia, hava leingi kravt, at onnur ES lond hjálpa til at taka ímóti fólki, men tað hevur ikki fingið til dømis Bretland at lata við seg koma. Ikki fyrr enn myndin av einum druknaðum sýriskum smádreingi á eini grikskari oyggj nú ein dagin fór um alla verðina boygdi bretski forsætisráðharrin David Cameron seg og segði, at Bretland fór at taka ímóti nøkrum túsund sýrum. Men teir verða tiknir inn úr flóttafólkalegum í Libanon og Turkalandi og ikki úr franska havnarbýnum Calais, har 5.000 fólk eru, ið støðugt royna at gera alt fyri at koma sær til Bretlands. Tað gongur framá, men enn eru fleiri stórmál at taka støðu til, og tað fer at taka nakrar dagar aftrat, áðrenn ein nýggj samgonga verður skipað, sigur Aksel V. Johannesen, ið stendur fyri samráðingunum. Nøkur mál eru loyst, og onnur er tosað meira leysliga um, sigur Aksel V. Johannesen. Og hóast ójavnir á máli um nøkur teirra roknar formaður Javnaðarfloksins við, at flokkarnir verða samdir. Sjónarmiðini eru ymisk millum annað um ríkisfelagsskapin, men hann hava flokkanir enn bert tosað yvirskipað um, og tað málið fer at verða viðgjørt í morgin, mánadagin, væntar Aksel V. Johannesen. Eitt annað er fiskivinnunýskipanin, sum støða skal takast til, og hon er eitt av høvuðsmálunum hjá eini nýggjari samgongu, sigur Aksel V. Johannesen. Hann vónar, at ein nýggj samgonga kann leggja uppskotið fyri løgtingið næsta ár, so lógin fær gildi frá 1. januar 2018. Tó kann hugsast, at allar lógir kring nýskipanina ikki verða samtyktar beinan vegin, men at tær koma í gildi so við og við, so fiskivinnan kann tillaga seg broyttu viðurskiftini. Hjúnabandslógin hevur ikki verið viðgjørd enn. Tó er tað soleiðis, at í flestu flokkum er tað eitt mál, har tinglimirnir atkvøða eftir egnari sannføring, og soleiðis verður tað eisini í hesum føri, skilst á Aksel V. Johannesen, samráðingarleiðara. Vit síggja ikki veruligu gongdina í búskapinum í Føroyum tá vit framhaldandi rokna bruttotjóðarúrtøkuna í leypandi prísum, sigur formaðurin í Búskaparráðnum, Sverri Hansen. Munurin á føstum prísum og leypandi prísum er, at tá bruttotjóðarúrtøkan verður roknað í leypandi prísum, so verða teir prísirnir brúktir, sum eru galdandi tað árið. Men verður bruttotjóðarúrtøkan hinvegin roknað í føstum prísum, verða tølini reinsað fyri príshækkingar. Føstu prísirnir geva okkum betri yvirlit, sigur Sverri Hansen. Í vikuskiftinum hevur Svimjisambandið saman við feløgunum kring landið lagt svimjikalendara fyri komandi heyst, vetur og vár. Nú er eisini greitt, at fyrsta FM á langgeil verður í Páls Høll í Vági í døgunum 11. til 13. mars næsta ár. Danska stjórnin hevur boðað frá, at hon fer at herða flóttafólkapolitikkin og at byrjað verður í dag í útlendskum miðlum. Tey sum lesa bløð og internetbrúkarar í Libanon fara í dag at síggja lýsingar við donsku stjórnini sum avsendara. Í lýsingunum eru upplýsingar um broyttar og vánaligari umstøður fyri flóttaflólk og tilflytarar, sum meiriluti í Fólkatinginum hevur samtykt, skrivar Berlingske. Sosialhjálpin fyri nýkomin flóttafólk verður skerd við 50 prosentum, stendur í lýsingini. Harumframt staðfestir lýsingin, at tú ikki kanst fáa familjusamanføring í Danmark fyrsta árið eftir at tú sum flóttafólk er komin til landið. Danski ráðharrin í integratiónsmálum, Inger Støjberg úr Vinstraflokkinum, hevur, síðani nýggja stjórnin tók við, tosað um lýsingarnar, og libanesiskir fjølmiðlar eru helst valdir, tí stórir partar av Miðeystri lesa teir. Hinvegin er tað meiri ivasamt, um lýsingarnar verða prentaðar í turkiskum fjølmiðlum, sum Inger Støjberg í summar hevur tosað um, tí Turkaland eisini er eitt transit land fyri flóttafólk. Berlingske skrivar, at fimm størri dagbløð í Turkalandi vilja bara seta lýsingarnar í, um tey sjálv kunnu svara fyri innihaldinum í lýsingini. Sostatt er ivasamt, um lýsingin kemur út til stóran part av lesarunum, sum stjórnin hevði vónað. Vilt tú náa flóttafólkini í bátum og tey, sum hjálpa teimum, noyðist tú út við boðskapinum í Turkalandi og í Libya, sum eisini er eitt transitland. Libanon er burturspilt orka, sigur dansk turkiski journalisturin, Sadi Tekeli oglu, sum er chefredaktørur á blaðnum Gazette, við Berlingske. MRCC sigur, at tá tyrlan verður boðsend er tað tí, at sjúklingar skulu flytast í skundi á sjúkrahús, eisini hóast tað er koyrandi ella siglandi. Talan er serliga um hækkingar í mvg skylduni og skattskyldigu inntøkuni hjá fyritøkum. Eisini eru fleiri rættingar í kapitalvinningsskatti, persónsskatti, rentustuðli, ferðastuðli og øðrum. Á tolløkinum er eisini forðað fyri innflutningi av 663,1 grammi av hassji, umframt nakað av amfetamini og øðrum ólógligum og vandamiklum evnum, skrivar TAKS. Vit meta ikki, at støðan er verri enn tað, sum vit hava sæð síðstu árini. Flestøll hava gott skil á sínum fíggjarviðurskiftum, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS. Tølini vísa, at tað er neyðugt hjá TAKS at hava vælvirkandi eftirlit, soleiðis at alt er so rætt, sum til ber, sigur stjórin sambært heimasíðuni hjá TAKS. Nógv brúka høvuðpínutablettir hvønn einasta dag. Tað verður til ónda ringrás, sigur Espen Saxhaug Kristoffersen, PhD við lærda háskúlan í Oslo, NTNU, sambært forskning.no Trupulleikin er serliga, at nógv upparbeiða yvirnýtslu av tablettum, siga granskarar í kanningini, ið varpar ljós á nýtsluna av pínustillandi heilivági. Vit vita frá gransking her á NTNU, at tað millum annað snýr seg um útbúgving. Jú hægri útbúgving tú hevur, tess betur ert tú til at kunna teg um vandan við at nýta ov nógvan pínudoyvandi heilivág, sigur Knut Hagen, professari við NTNU. Í nýggju kanningini skuldu 50 praktiserandi læknar og sjúklingar hjá teimum við kroniskari høvuðpínu, svara spurningum um høvuðpínu Meting varð gjørd av hvørjum sjúklingi og tríggjar mánaðir seinni vórðu tey innkallað aftur. Tá vísti tað seg, at helmingurin av teimum vóru sloppin av við kronisku høvuðpínuna. Nú hava vit fylgt hesum sjúklingum eina tíð, og vit hava góðar vónir um úrslitið av kanningini, sigur Espen Saxhaug Kristoffersen við forskning.no Tað hevur verið gjørt áður. Heimsmeistarakapping í estetiskum fimleiki hevur verið hildin í Føroyum, CHM hevur eisini verið hildin í Føroyum, so tað ber væl til at fáa smærri og størri tiltøk uttan úr heimi til Føroyar og eisini at skpa fyri føroyskum tiltøkum fyri útheiminum í Føroyum. NORA skipa fyri ráðstevnu 7. og 8. oktober. Fyrra dagin á Hotel Føroyumog seinna dagin úti í Nólsoy. Hóast hann uttan iva hevur nokk at gera, hevur fyrsti danin í rúmdini, Andreas Mogensen, eisini givið sær stundir at senda eitt talgilt postkort úr 400 kilometra hædd. Hóast talan er um altjóða ráðstevnu, so verður mest hugsað um londini í norðurAtlantshavi, Ísland, Grønland, Orknoyggjar, Suðuroyggjar Hebridurnar , Hetland, Noreg og Føroyar. Hin broytingin er í verjuni. Atli Gregersen hevði leikbann til dystin móti Norðurírlandi, men nú er hann aftur tøkur, og hann avloysir Odmar Færø í miðverjuni. Føroyska liðið sær soleiðis út Gunnar Nielsen Málverji Jónas Tór Næs Høgri bakkur Gilli Sørensen Vinstri bakkur Sonni Ragnar Nattestad Miðverji Atli Gregersen Miðverji Hallur Hansson Sentralur miðvøllur Fróði Benjaminsen Sentralur miðvøllur Sølvi Vatnhamar Høgri miðvøllur Christian Lamhauge Holst Vinstri miðvøllur Brandur Olsen Álopssinnaður miðvøllur Klæmint A. Olsen Áleypari Hetta verður fimti dysturin ímillum Føroyar og Finnland. Hinar fýra dystirnar hevur Finnland vunnið. 16. november 1994 Helsinki 0 5 26. apríl 1995 Svangaskarð 0 4 31. januar 2000 La Manga venjingardystur 0 1 07. september 2014 Tórsvøllur 1 3 Í løtuni røkir Magni Arge fólkatingsessin fyri Tjóðveldi. Hann varð valdur á løgting á valinum 1. september og fer ikki at røkja báðar sessirnar. Hvør skal manna sessin hjá Tjóðveldi á fólkatingi Tann spurningurin er aftur aktuellur eftir úrslitið á løgtingsvalinum 1. september. Tjóðveldi hevur sagt, at eingin sleppur at umboða flokkin bæði á løgtingi og á fólkatingi samstundis. Í løtuni røkir Magni Arge fólkatingsessin fyri Tjóðveldi. Hann var næstvaldur á tjóðveldislistanum á fólkatingsvalinum 18. juni. Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, var fyrstvaldur. Men tá Høgni Hoydal bað um farloyvi, tók Magni Arge sæti á fólkatingi. Týsdagin í síðstu viku varð Magni Arge valdur á løgting við 440 atkvøðum. Tí er greitt, at Magni Arge má víkja annan sessin. Á fólkatingsvalinum fekk Magni Arge 1.082 atkvøður. Sjálvur sigur Magni Arge í dag, at samráðingarnar á Gamla Apoteki um nýggja samgongu kunnu fáa týdning fyri, hvør skal umboða Tjóðveldi á fólkatingi, kemur flokkurin í landsstýrið. Fyribils verði eg sitandi á fólkatingi til landsstýrið er mannað, og so fáa vit at síggja, um tað er nøkur orsøk at gera broytingar í umboðanini á fólkatingi, sigur Magni Arge. Aðrar viðmerkingar hevur hann ikki í dag. Á fólkatingsvalinum 18. juni vórðu Høgni Hoydal, Magni Arge, Kristina Háfoss, Sirið Stenberg og Annita á Fríðriksmørk fimm tey fremstu á tjóðveldislistanum. Tey vórðu eisini øll vald á løgting 1. september. Næsti maður á Tjóðveldislistanum á fólkatingsvalinum var Tórbjørn Jacobsen. Tað eydnaðist ikki útvarpinum at fáa eina viðmerking frá Høgni Hoydal, formanni í Tjóðveldi, áðrenn tíðindasendingina á døgverða. Uttanríkisráðharrin er spurdur um fiskiskap, sum er sagdur at vera brot á altjóða lóg, tí fiskað er í sjónum hjá Vestursahara, sum Marokko hevur hersett. Ráðharrin er biðin um at steðga Asbjørn Senior. Tí sleppur hann kortini undan, tí Asbjørn Senior liggur nú í Hirtshals. Christian Juhl, fólkatingsmaður hjá Eindarlistanum, hevur biðið Uttanríkisnevndina hjá Fólkatinginum spyrja ráðharran um fiskiskapin hjá Asbjørn Senior vestan fyri Vestursahara, fiskiskapur, sum er sagdur at vera brot á altjóða lóg og á eina samtykt hjá fólkatinginum. Orsøkin er, at Marokko, sum hevur hersett Vestursahara, selur fiskirættindi í sjónum við Vestursahara uttan um Saharawiafólkið í Vestursahara. Hesum hevur Danmark vent sær móti í millum annað ES. Christian Juhl spyr uttanríkisráðharran, hvat hann fer at gera fyri steðga fiskiskapinum hjá Asbjørn Senior og forða fyri endurtøkum. Fyrispurningurin kom dagin eftir eina grein á heimasíðuni um Asbjørn. Har stendur, at Emhamed Khadad, umboð fyri saharawisku stjórnina í útlegd, tann 10. juli skrivaði til Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, og Alex N. Vilhelm, stjóra í Ocean Group Faroes, sum átti Asbjørn Senior, áðrenn hann varð seldur fyrst í juni. Í brævinum biður Emhamed Khadad teir báðar síggja til, at fiskiskapurin hjá Asbjørn Senior heldur uppat, tí hann er ólógligur. Asbjørn Senior skal hava fiskað sunnan fyri Vestursahara fyrst í juli. Eingi lond viðurkenna, at Marokko nú hevur havt Vestursahara hersett í 40 ár og hevur eyðrænt tilfeingið hjá fólkinum har, millum annað fiskastovnarnar. Asbjørn Senior er givin við fiskiskapinum við Vestursahara, sum skilst, tí hann skuldi bara vera har í tríggjar mánaðir. Skipið kom til Hirtshals fyri tveimum vikum síðani og hevur ligið har síðani. Francois Hollande, franski forsetin, váttar, at landið tekur undir við einum útspæli hjá ES kommissjónin fyri, hvussu 120.000 flóttafólk kunnu hýsast ymsastaðni í Evropa. Okkara partur er 24.000 flóttafólk, og vit fara at taka ímóti teimum, sigur Francois Hollande sambært tíðindastovunum, Ritzau og Agence France Presse. Greinin heldur fram niðanfyri. Týskland fer at taka ímóti 31.000 flóttafólkum fyri at lætta um hjá Italia, Grikkalandi og Ungarn, sigur ein talsmaður hjá ES kommissjónini sambært tíðindastovunum. Fyrstu átta mánaðirnar í ár komu 350.000 flóttafólk til eitt nú Grikkaland, Italia og Spania. Bert í seinastu viku komu fleiri enn 5.000 flóttafólk til Grikkaland, skrivar International Organization for Migration . Fyrrapartin fingu flokkarnir eina frágreiðing frá Fíggjarmálaráðnum. Uppskot til nýggja fíggjarlóg skal verða lagt fyri tingið fyri 1. oktober. Men av tí at tíðin er so knøpp, verða tølini í uppskotinum helst bara framskrivað, sigur Aksel V. Johannesen. Nágreiniliga viðgerðin byrjar ikki, fyrr enn fíggjarlógaruppskotið kemur til aðru viðgerð. Samgongutingingarnar Á Gamla apoteki vórðu tiknar uppaftur fyri einum tíma síðani. Útvarpið hitti tá samráðingarleiðaran, Aksel V. Johannesen. Støðan við flóttafólkunum er so álvarsom, at Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, hevur boðsent øllum floksleiðarum í Fólkatinginum til snarfundar um ein hálvan tíma. Seinasta samdøgrið eru umleið 400 fólk komin til Danmarkar. Forsætisráðharrin leggur dent á, at tey skulu skrásetast í Danmark, hóast fleiri ætla sær til Svøríkis at biðja um friðskjól. Danska løgreglan fekk frammanundan at vita frá Europol og týsku myndugleikunum, at flóttafólk vóru á veg úr Týsklandi til Rødby í Danmark. Vit noyðast at hjálpa fólki í neyð. Um vikuskiftið er støðan versnað, og Týskland noyddist, sum umstøðurnar vóru, at lata markið upp, segði Lars Løkke Rasmussen á tíðindafundi seinnapartin. Danmark er til reiðar at taka ímóti 100 flóttafólkum, men longu nú eru umleið 400 flóttafólk komin til Danmarkar, segði Lars Løkke Rasmussen, tá hann í gjár hitti týska samveldiskanslaran. Lars Løkke Rasmussen leggur dent á, at Danmark er ikki partur av evropeiska flóttafólkapolitikkinum, men er partur av Evropa. Tí kunnu vit ikki sita hendur í favn, sigur hann. Vinnararnir í fýra teimum fyrstu sendingunum fara í fimtu og seinastu sendingini at kappast um eina vikuskiftisferð fyri tvey til Keypmannahavnar við 4.000 krónur í lummapeningi. Tilsamans 32 fólk úr øllum landinum eru við í spurnarkappingini, átta í hvørjari sending. Ólavur Waag Høgnesen og Símun Absalonsen komu víðari til finaluna. Magnus Rasmussen var stóra stjørnuskotið hjá Sambandsflokkinum til løgtingsvalið í farnu viku. Nýggi tingmaðurin vil ikki blanda seg í ósemjurnar í Sambandsflokkinum. Tað eru ráðini hjá Djóna Kunoy og Eyðuni Berg, sum um vikuskiftið leitaðu eftir einum sveitsiskum ferðamanni í brøttu fjøllunum í Kunoy. Ísland er á gosi, nú tað er eydnaðist fótbóltslandsliðnum hjá brøðratjóðini at spæla seg til eitt endaspæl í fótbólti fyri fyrstu ferð í søguni. Soleiðis ljóðaði tað í íslendskum sjónvarpi, tá dómarin í gjárkvøldið bríkslaði 0 0 javnleikin móti Kazakstan av. Danska løgreglan sigur í morgun, at umleið 300 flóttafólk eru horvin, helst tí at tey eru farin víðari, hóast løgreglan hevur ávarað um, at tað er ólógligt. Í gjár søgdu nógv flóttafólk, at tey vildu sleppa víðari til Svøríkis. Løgreglan í Keypmannahavn sigur, at vaktarhaldið við brúnna um Oyrasund er ikki styrkt Tí verða akfør, sum kanska flyta flóttafólk um sundið, ikki steðgað. Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, hevði í gjárkvøldið fund við hinar floksformenninar á Christiansborg um støðuna. Lars Løkke Rasmussen segði eftir fundin mánakvøldið, at roknast kann við, at bert fá flóttafólk fara at biðja um friðskjól í Danmark, tí tey flestu vilja sleppa til eitt nú Svøríkis. Nýggja samgongan eigur tí at raðfesta førleikastovurnar frammarlaga, sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum, við Skúlablaðið . Harafturat eigur játtanin til fólkaskúlan at hækka, og eftirútbúgvingar eiga at verða lagdar í eina yvirskipaða ætlan og verða raðfestar. Í førleikastovunum verður servitanin í skúlanum savnað. Har hittast serlærarar, lesivegleiðarar, orðblindalærarar og AKT lærarar AKT stendur fyri atferð, kontakt og trivnaður. Serlærarin er tó tann einasti, sum fær tímar at arbeiða í førleikastovuni, sigur Herálvur Jacobsen. Eitt tættari tilknýti til Sernám er eisini ynskiligt, sigur formaðurin í Lærarafelagnum við Skúlablaðið. Morgunkórið, sum byrjaði sum kór, eftir nýggjár 2015, var ein ætlan hjá sendingini Góðan Morgun, Føroyar, hjá Kringvarpi Føroya, og kórið skuldi halda fram til mentannarnáttina 12. juni. Tó, luttakararnir vildu tað øðrvísi. Umleið 60 av teimum 90 sangarunum hava avgjørt at halda fram við Morgunkórinum og eisini við Sigrið Sivertsen sum kórleiðara. Morgunsendingin var til venjing hjá teimum í skúlanum við Løgmannabreyt. Nýggja landsstýrissamgongan eigur at síggja til, at fiskur undan Føroyum verður seldur á uppboðssølu. Tað sigur Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, í samrøðu við Sosialin. Sum støðan er nú, er tað eingin, sum sigur, at fiskurin verður seldur fyri hægsta prís. Bara ein uppboðssøla kann tryggja besta prísin, og at hýrurnar hjá fiskimonnum hækka, sigur Hans Joensen. Hann sigur, at nú eru tað virkini, sum eiga skipini, og fiskurin verður landaður beinleiðis til virkini. Tí er ómøguligt hjá virkjum, sum ikki eiga skip, at fáa fisk til virkingar. Havnar Arbeiðsmannafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag hava seinastu árini roynt at latið Bacalao í Havn uppaftur, men í Føroyum hevur lítil og eingin áhugi verið at sett pening í virkið. Fyri einari tíð síðani fingu feløgini samband við eina fyritøku á Bornholm um at lata virkið uppaftur, men nú er áhugin minkaður, tí tað ber ikki til at fáa fatur á fiski, sigur Hans Joensen við Sosialin. Samstundis sum danska løgreglan leitar eftir 300 flóttafólkum, upplýsa myndugleikarnir í Malmø, at har hava teir tikið ímóti 230 fólkum, sum biðja um friðskjól í Svøríki. Sjálvbodnir felagsskapir hava eisini hjálpt til, og fleiri flóttafólk eru longu farin til Stokkhólm og Gøteborg. Talsmaðurin vil tó ikki siga, um tey 230 flóttafólkini eru komin úr Danmark. Danska løgreglan sigur, at síðani sunnudagin eru umleið 1150 fólk komin til Danmarkar. Løgreglan heldur, at privatfólk hava hjálpt nógvum flóttafólkum víðari til Svøríkis. Danir hava einki eftirlit við brúnna um Oyrasund, men vakthavandi á svenska tollverkinum sigur, at fimm fólk eru handtikin. Tey eru undir illgruna fyri mannasmugling. 14 fólk vóru í bilunum. Einstaklingarnir vóru í fokus, og Facebook spældi ein stóran leiklut. Hetta var eitt valstríð, sum í mangar mátar var øðrvísi enn tey undanfarnu. 28. mai 1865 situr ein ungur skoti í Lerwick í Hetlandi og skrivar í dagbók sína. Hann er 27 ár, hevur havt eina persónliga umvending í heimlandi sínum og er í skrivandi stund virkin í evangeliskum verki í Hetlandi. Gjøgnum hetlendskar sjómenn hevur hann fingið at vita um viðurskiftini í Føroyum. Maðurin var William Gibson Sloan. Símun Absalonsen sigur frá trúboðaranum, Sloan, og hansara tíð í Føroyum. Løgtingsfólkini fáa mánaðarlønina í fýra, fimm ella seks mánaðir eftir hvussu nógv ár, tey vóru í tinginum. 14 løgtingsfólk vórðu ikki afturvald tann 1. september. Men so leingi, samgonga ikki er skipað, er hugsandi, at nøkur teirra, sum ikki blivu vald, kortini sleppa til arbeiðis aftur við Tinghúsvegin, tí tingfólk í flokki teirra fara í landsstýrið. Men 13 av teimum 14, sum ikki blivu afturvald, eru úr Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum, sum ikki eru við í samráðingunum um nýggja samgongu. Enn ber ikki til at rokna út, hvussu nógv løgtingsvalið í ár fer at kosta løgtinginum í bíðiløn. Í fíggjarlógini fyri 2015 eigur løgtingið eina millión krónur til lønir til vrakað tingfólk. Um tann játtanin røkkur, ber ikki til at siga enn. Í ringasta føri fyri pengakassan hjá løgtinginum noyðist løgtingið at rinda 47 tingfólkalønir um mánaðin tað, sum eftir er av hesum árinum. Løgtingsfólk fáa 37.000 krónur í mánaðarløn. Koma flóttafólk til Føroya, verða tey skrásett og síðani send til eina flóttafólkalegu í Danmark. Vilja fólk búseta seg í Føroyum, er tað eitt mál, sum myndugleikarnir taka sær av. Hendingin á myndini, ið er farin sum skógareldur á sosialu miðlunum seinasta samdøgrið, fór fram við E47 motorvegin í Rødby í Danmark í gjár, skriva danskir miðlar. Sambært Sigrid Nygaard myndakvinnu hjá Information, ið tók myndina spýtti maðurin eftir flóttafólkunum tá tey komu gangandi eftir motorvegnum, skrivar Information . Tað er ikki bert myndakvinnan, ið sigur, at maðurin á myndini veruliga spýtti eftir flóttafólkunum. Kvinnan, ið er avmyndað saman við manninum, váttar eisini hendingina. Greinin heldur fram niðanfyri. Sjálvur noktar avmyndaði maðurin, at hann spýtti eftir flóttafólkunum, sum gingu á E47 motorvegnum á veg ímóti Svøríki í gjár, sum fleiri danskir miðlar hava skrivað, sambært BT . Myndin hevur eisini loypt øði í fólk í Danmark, síðani hon kom á netið mánakvøldið, eftir at fleiri danskir politikarar hava deilt myndina, skrivar danska sjónvarpsstøðin, TV2. Útivið 2.000 fólk hava viðmerkt myndina og 2.700 onnur hava deilt uppslagið, ið Johanne Schmidt Nielsen hjá Eindarlistanum legði á Facebook mánakvøldið. Tingfólk í bæði samgongu og andstøðu søgdu í vár, at ALS kostar ov nógv at umsita. Slíkar atfinningar kann stýrið ikki lata fara aftur við borðinum, sigur stýrisformaðurin, Eyðfinnur Jacobsen. Stýrið í ALS er farið at viðgera starvsfólkatalið hjá Arbeiðsloysisskipanini eftir at fólk í Vinnunevndini hjá løgtinginum í vár funnast at útreiðslunum hjá ALS til umsiting. Eyðfinnur Jacobsen, formaður í ALS stýrinum, vil ikki siga nakað um vigerðina enn, tí hon er ongan veg komin, sigur hann. Viðgerðin heldur fram á næsta stýrisfundi fyrst í oktober. Starvsfólkatalið hevur samband við fíggjarætlanina hjá ALS fyri 2016. Tá Løgtingið í vár viðgjørdi broytingar í ALS lógini, settu tingfólk bæði í samgongu og andstøðu spurnartekin við útreiðslurnar til umsiting hjá ALS. Millum annað segði Hanus Samró, at tað er serstakliga óheppið, at Arbeiðsloysisskipanin ikki tekur í egnan barm, tí nógv bendir á, at nú eru fleiri starvsfólk, sum umsita færri arbeiðsleys. Hinir samgongumenninir í Vinnunevndini mæltu eisini til at endurskoða útreiðslurnar til umsitingina hjá ALS. Tað kostar alt ov nógv at umsita ALS, søgdu teir. Eyðfinnur Jacobsen sigur, at ALS stýrið kann ikki lata tað fara aftur við borðinum, tá politikarar finnast at ALS. Men hvat úrslitið verður viðvíkjandi starvsfólkatalinum hjá ALS veit hann einki um enn. Í 2009 arbeiddu 17 fólk hjá ALS, fýra ár seinni, í 2013, vóru tey 32. Men lønirnar vóru tvífaldaðar hesi árini. Tær vóru 6,3 milliónir krónur í 2009 og 15 milliónir krónur í 2013. Ein orsøk er, at virksemið hjá ALS er broytt og krevur nú fólk við hægri útbúgvingum. Tey fáa meira í løn enn skrivstovufólk. Sambært heimasíðuni hjá ALS eru 35 fólk í starvi har nú, og tá er Fjølsmiðjan tald við. Longu fyri sløkum 25 árum síðan vendi kirkjuráðið fyri Havnar kirkju sær til Tórshavnar kommunu um møguleikan at yvirtaka ognina Arnes Minde, sum er rættiliga stórur og serstakur bygningur á horninum millum Bringsnagøtu og Kirkjuveg. Tá var nógv virksemi í húsunum, so hetta lat seg ikki gera tá, men býráðið samtykti, at um húsið einaferð gjørdist tøkt, so kundi kirkjan yvirtaka tað. Hoyr frásøgnina hjá Una Holm Johannesen, ið er staddur í Rødbyhavn, har fleiri flóttafólk longu eru komin, og har fleiri eisini eru væntandi. Meira verður eisini at frætta í útvarpstíðindunum seinni í dag, og í Degi og viku klokkan 19 í kvøld. Annar stjórnar politisku heimasíðuni, hin Sosialinum. Báðir eru samdir um, at Aksel V. Johannesen verður løgmaður, at talan verður um átta landsstýrisfólk, og at Kristina Háfoss tykist vera besta boðið upp á ein komandi fíggjarmálaráðharra. Í morgun royndu teir at manna komandi landsstýrið. Tey eru fleiri eisini á landsliðnum sum hava givið ilt av sær um dómaraavrikið í landsdystinum millum Finland og Føroyar í gjár. Ein dystur, sum gav finnum trý stig og føroyingum trý leikbann. Flóttafólk streyma til Danmarkar, og danska løgreglan hevur úr at gera við at leita eftir teimum. Seinnapartin komu nøkur til lítla danska havnabýin Rødbyhavn, har borgarar funnust at handfaringini hjá løgregluni. Virksemið í Eysturoynni er so stórt, at SEV nú leggur tveir nýggjar kaðalar í Fuglafirði og á Skálafjørðinum fyri at tryggja fyritøkum streym. Leygarkvøldið verður sjónleikurin Veitslan vístur fyri fyrstu ferð. Leikurin er ein 65 ára familjuføðingardagur, men sum náttin líður gerst hann eitt stríð um sannleikan Til 1. september vóru goldnar 564 milliónir krónur í hýrum, 114 milliónir meira enn í fjør, upplýsir Hagstovan . Eisini aðrar vinnugreinar hava goldið meira í lønum í ár, vøksturin er 6,4 prosent. Størsta framgongdin er í fiskivinnuni, alivinnuni og byggivinnuni. Higartil í ár eru goldnar fimm milliardir og 200 milliónir krónur í lønum í Føroyum. Menn fingu 60 prosent av lønunum og kvinnur 40 prosent. Men vøksturin í lønunum í ár er næstan allur farin til menninar, kvinnurnar eina bara ein fjórðing av teimum 308 milliónum, sum eru goldnar meira í ár enn í fjør. Orsøkin er, sigur Hagstovan, at vøksturin í ár er í yrkjum, har flest mannfólk arbeiða. Allar vinnugreinar uttan ein, og hon eitur fígging og trygging, hava rindað meira í lønum higartil í ár enn í fjør. Flogfarið hjá British Airways var á veg til Gatwick í Onglandi, tá eldur kom í flogfarið beint áðrenn tað skuldi fara úr McCarran International Airport í Las Vegas. Umborð á flogfarinum vóru 159 ferðafólk, umframt flogmanningin, ið taldi 13 fólk. Sjey fólk vórðu innløgd við smærri skaðum eftir at eldur kom í flogfarið týsdagin. Greinin heldur fram niðanfyri. Ferðafólk vórðu sædd rennandi burtur frá flogfarinum við handviðføri tá eldur kom í flogfarið í myndum og sjónbandaupptøkum á netinum. Enn er ikki greitt, hví eldur kom í flogfarið hjá British Airways, júst sum flogfarið skuldi fara á flog. Eldsbrunin byrjaði í einum motori í vinstru síðu. Í løtuni er ikki greitt, um kallað verður saman til eykalandsfund nú at velja formann, ella formansvalið skal bíða til regluliga landsfundin, sum vanliga er í mars mánaði. Sambandsflokkurin misti tveir tingsessir á løgtingsvalinum 1. september. Kaj Leo Holm Johannesen hevur boðað frá, at hann leggur frá sær sum floksformaður. Bárður Nielsen er næstformaður í Sambandsflokkinum. Hann varð valdur landsfundinum í vár fyri Johan Dahl, sum ikki stillaði uppaftur. Fyribrigdið haturstala er kortini trupult at fyrihalda seg til, tí á aðrari síðuni er talufrælsið høgt í metum, men á hinari síðuni kann áhaldandi haturstala skapa ótta og elva til harðskap og yvirhøvur gera stóran skaða á einstaklingar og samfelagsbólkar. Fólk, ið taka sól hóvliga, fáa nógvar D vitaminir. Tað er gott á vetrartíð, tá UVB strálurnar frá sólini ikki geva okkum D vitaminir, sigur Johan Moan við NRK . Hann heldur, tað er umráðandi hjá eitt nú fólki í Noregi, eftir ringa summarið, har sólin ikki hevur verið so nógv frammi sum onnur ár, at fáa neyðugu D vitaminirnar. Tey, sum kunna fólk, eiga at vita, at fleiri staðni í Noregi fáa fólk ov lítið av D vitaminum. Tey somu fólkini áttu eisini at vita, at tað, at sóla sær, kann hækka miðalaldurin, sigur granskarin. Norski krabbameinsgranskarin gongur ímóti øðrum tilmælum, ið hava rátt fólki frá at taka sól. Hann heldur, fyrimunirnir at taka sól kunnu verða størri enn vansarnir. Sólin er ikki skaðilig fyri øll. Sól er hinvegin tann fremsta keldan til D vitaminir, ið kroppurin hevur stóran tørv á, sigur Johan Moan, krabbameinsgranskari. Fólk, ið verða lætt sólbrend, eiga at vísa varsemi, leggur hann dent á. Tað eru fólk við reydligum hári, ljósari húð og mongum frøknum, tí tey eru í størri vanda at fáa húðkrabba. Meðan norski krabbameinsgranskarin mælir fólki, ið ikki fáa D vitaminir frá sólini, at taka sól, er tilmælið frá Fólkaheilsuráðnum í Føroyum heilt greitt og øvugt. Fólkaheilsuráðið sigur, at fólk avgjørt ikki eiga at fáa ov nógva sól hvørki frá sólini, ella við at leggja seg undir sóllampur, sum norski krabbameinsgranskarin annars heldur. Síðani politikararnir fyri tíggju árum síðani góvu donsku fiskivinnuni kvoturnar fyri einki at selja, er vinnan savnað á fáum hondum, og stór afturgongd hevur verið á útróðrarplássum. Í 2006 vóru umleið 1100 fiskiskip í vinnu, men í 2013 vóru bert 616 eftir. Meinast rakt eru útróðrarpláss í Eysturjútlandi, Sælandi og í smáu oyggjunum. Reglan sigur, at einstaklingar kunnu bert eiga avmarkaðar kvotur. Men lógin verður ikki hildin, og í veruleikanum eru tað onnur, sum eiga kvoturnar. Kvoturnar verða síðani leigaðar teimum, ið eiga stóru skipini, kemur fram í einari sjónvarpssending , DR hevur gjørt um donsku fiskivinnuna. Tann jarðfrøðiliga fláarøðin er so at siga øll uppbygd av basaltiskum lavafláum. Hesar fláir blivu til av tí áhaldandi gosvirkseminum, ið bygdi upp Føroyar og tann risastóra norðuratlantiska basaltháslættan fyri umleið 60 til 55 miliónum árum síðani. Tekin frá hesum ógvisliga gosvirksemi eru at síggja á landi, líka frá Eysturkanada Baffin Island , Eystur og Vesturgrønlandi, í Norðurírlandi, Hebridunum og í Føroyum. Hesin basaltháslætti er fleiri ferðir so stórur til havs enn á landi, og er at finna á bæði eystara og vestara landgrunninum fram við øllum Norðuratlantshavinum. Brot úr Frøði Tryggingin, sum er teknað fyri verkætlanina Marknagilsdepilin, hevur boðað frá, at útreiðslurnar, sum standast av, at arbeiðið er seinkað nakrar mánaðir, koma undir tryggingina. Men tryggingin hevur, sum tryggingar plaga at hava, ymisk fyrivarni. Í desember í fjør varð staðfest, at ein ráðgevi hjá heildarráðgevanum, BIG, Bjarke Ingels Group, hevði roknað skeivt viðvíkjandi trappurúmum úr betongi. Roknivillan hjá ráðgevanum Lemming og Eriksson varð staðfest í desember. Arbeiðið at stoypa betongtrappurúmini lá stilt til í mars. Enn er ikki greitt, hvussu nógv roknivillan fer at kosta samanumtikið. Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, sigur, at Landsverk hevur fingið at vita, at tryggingin hjá verkætlanini tekur við, men tryggingin hevur síni fyrivarni. Marknagilsdepilin skuldi vera liðugur, tá skúlaárið 2016 byrjar 1. august. Nú sigur tíðarætlanin, at hann verður liðugur 24. november næsta ár. Tað er í ár júst 20 ár síðan Sunleif Rasmussen byrjaði at skriva sína fyrstu symfoni, Oceanic Days , sum so bleiv frumframførd í mars 2000. Í kvøld hevur 2. symfoniin The Earth Anew frumframførslu í Helsinki í Finnlandi. Í ár eru eisini hálvtannahundrað ár síðan finnska tónaskaldið Jean Sibelius var borin í heim, og hetta verður hátíðarhildið í Finnlandi. Eitt nú hevur John Storg rds, dirigentur og Philharmoniska orkestri í Helsinki og Norðurlandahúsið í Føroyum umbiðið symfoni nummar 2 frá Sunleifi Rasmussen. Føroyingar, sum vilja lurta eftir symfoniini, kunnu lurta í annakvøld, hóskvøldið. tá konsertin verður stroyma á heimasíðuni hjá Kringvarpinum. Starvið sum stjóri í Granskingarráðnum hevur higartil verið tíðaravmarkað. Granskingarnevndin lýsir tí eftir stjóra, sum skal setast í fast starv frá 1. desember. Starvið sum stjóri í Granskingarráðnum verður lønt eftir 37. lønarflokki ið er 46.808,08 krónur hjá Tænastumannafelagnum, men er ikki tænastumannastarv. Granskingarráðið hevur higartil havt tveir stjórar. Frá 2002 til 2007 var Rúna Hilduberg stjóri og síðani tá hevur Annika Sølvará verið stjóri í Granskingarráðnum. Samgonguskjal, samgongusamráðingar og landsstýrissessir. Hetta eru orð, vit hoyra nógv í hesum døgum. Kaj Leo Holm Johannesen, sum hevur roynt seg sum samráðingarleiðara meiri enn eina ferð seinastu mongu árini, greiddi í morgun frá, hvat tað er, sum Aksel V. Johannesen, samráðingarleiðari, hevur at stríðast við í hesum døgum. Hoyvíkssáttmálin forðar ikki íslendskum myndugleikum í at nokta skipum sum Nærabergi tænastur. Tað er ein niðurstøða hjá íslendska fiskimálaráðharranum, sum nú hevur svarað føroyingum. Tað var ikki brot á Hoyvíkssáttmálan, tá íslendsku myndugleikarnir í summar noktaðu Nærabergi at sleppa í íslendska havn eftir grønlendskari manning, ella at taka menninar umborð uttan fyri íslendska 12 fjórðinga markið. Tað er svarið, sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum nú hevur fingið úr Íslandi. Ísland hevur eina lóg, sum loyvir myndugleikunum har at leggja forðingar fyri føroysk skip, so sum Nærabergi, sum fiska makrel í grønlendskum sjógvi. Lógin sigur, at útlendsk skip, sum fiska úr felags stovnum, sum eru bæði í íslendskum sjógvi og í øðrum sjógvi, og sum Ísland ikki hevur avtalu um við onnur lond, sleppa ikki í íslendska havn uttan í neyðstøðu. Ein slíkur stovnur er makrelstovnurin. Ísland er ikki við í avtaluni millum strandarlondini um makrel. Lógin sigur eisini, at skip, sum lógin umfatar, skulu ongar tænastur fáa í Íslandi og heldur ikki innan fyri íslendska 200 fjórðinga fiskimarkið. Hendan lógin er brúkt móti Nærabergi í ár og í fjør. Onnur lond hava eisini slíkar lógarásetingar, sum eru í samsvari við altjóðarættin, sigur íslendski fiskimálaráðharrin í svari sínum. Hoyvíkssáttmálin sigur, sambært føroyska Fiskimálaráðnum, at Ísland kann ikki gera mun á føroyingum og íslendingum. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sendi tann 23. juli starvsbróðuri sínum í Íslandi bræv. Hósdagin í síðstu viku, 3. september, svaraði Sigurður Ingi Jóhannsson, ráðharri. Sambært honum og hansara embætisverki er tað, sum hendi Nærabergi ikki brot á Hoyvíkssáttmálan, hóast grønlendsk skip sluppu at landa makrel í Íslandi í summar. Ísland og Grønland gjørdu eina avtalu um avmarkaða atgongd hjá grønlendskum skipum at landa makrel, sum er fiskaður í grønlendskum sjógvi, í íslendskum havnum. Ráðharrin sigur, at íslendska stjórnin er altíð til reiðar at samráðast við føroyingar um handilssamband og samstarv um fiskivinnu. Tað sæst í svarinum frá Sigurði Inga Jóhanssyni, at íslendingar eru sera vónsviknir, tí Føroyar, Noreg og ES í fjør gjørdu eina fimm ára avtalu um makrelin uttan um Ísland og Grønland. Ber til at finna semju um makrelin, har sum Ísland er við, slepst undan, at útlendsk skip ikki sleppa í íslendska havn, sigur ráðharrin. Í Fiskimálaráðnum hava tey ikki tikið støðu til enn, um tey skulu svara brævinum úr Íslandi ella, hvat annars skal henda í hesum máli. Løgregla og tollarar funnu 100 kilo av rúsevnum, tá Norr na kom til Seydisfjarðar týsmorgunin, skrivar íslendska útvarpið, RUV á heimasíðuni. Rúsevnini vórðu funnin í einum kampingvogni hjá einum útlendskum pari, sum kom til Íslands við Norr nu gjáramorgunin, týsmorgunin. Tey bæði fólkini, ið vórðu tikin við 100 kilo av rúsevnum í kampingvogninum, eru nú flutt til Reykjavíkar til avhoyringar, skrivar Ríkisútvarpið. Talan um eitt tað størsta rúsevnamálið í Íslandi nakrantíð, sambært Ríkisútvarpinum. Løgreglan á Eysturlandinum vil ikki gera viðmerkingar til málið. Hetta er tað næsta stóra rúsevnamálið í Íslandi í ár. Á páskum vórðu tvey ferðafólk tikin, tá tey ætlaðu at smugla 20 kilo av rúsevnum til Íslands. Tann 28. august var freistin úti at søkja inn á ítróttarskúlan í Suðuroy, og tá vóru sjey umsóknir komnar til skúlan. Mentamálaráðið hevur játtað 800.000 til skúlan, men hevur sett sum treyt, at minst 15 næmingar eru á skúlanum. Hóast málið ikki varð rokkið, tá freistin at søkja var farin, hevur Dennis Holm, borgarstjóri í Vági, ikki mist vónina enn. Av teimum sjey átta umsóknunum, sum eru komnar, eru nakrar úr Suðuroy, men har eru eisini umsóknir frá næmingum aðrastaðni í landinum inn í millum, sigur Dennis Holm. Ítróttarháskúlin í Vági er ætlaður ungum, sum eru liðug við fólkaskúlan, tað vil siga ungum, sum eru 17 ár og eldri, og tað ber altso til at søkja enn við at fara inn á heimasíðuna. Í samband við mentarnarvikuna í Sunda kommunu, verður ljósið í gjónni við Gjógv tendrað fríggjadagin 18. september. Sjálv mentarnarvikan byrjar í morgin, hósdagin. Thordis Dahl Hansen, forkvinna í Trivnaðarnevndini í Sunda kommunu greiddi frá hesum, einum forkunnugum morgunmatarborði og øðrvísi renning. Ein politisk bumba brast í dag, tá Annika Olsen, fyrrverandi landsstýriskvinna og nummar tvey á fólkaflokslistanum til løgtingsvalið við 961 atkvøðum, boðaði fjølmiðlunum frá, at hon tekur seg úr Fólkaflokkinum. Orsøkin til hesa avgerð er, at flokkurin og eg ikki draga somu politisku línu, og eg kenni meg ikki aftur í politisku dagsskránni, sum leiðslan stendur fyri. Orsøkin til, at eg á fyrsta sinni stillaði upp fyri Fólkaflokkin vóru grundsjónarmiðini í stevnuskrá floksins, sum eg av heilum hjarta havi arbeitt og virkað eftir hesi seinastu áttu árini. Eg harmist um, at hendan stevna er fánað burtur í førda politikkinum hjá flokkinum, og tí er best, at eg traðki aftur, heldur enn at halda áfram at skula vera í andsøgn við tann politikk, sum leiðsla floksins stendur fyri. Hóast eg persónliga fekk eitt sera gott val, kann úrslitið av løgtingsvalinum ikki tulkast øðrvísi enn at tey, sum stuðla leiðslu floksins og førda politikkin, vunnu valið, meðan liberali vongurin fall. Eg harmist um at skula siga farvæl við ein flokk, eg havi verið sera góð við, og sum eg stolt havi umboðað. Eg takki somuleiðis so hjartaliga øllum tykkum, sum hava stuðlað mær í Fólkaflokkinum øll hesi árini. Nýtt Sjálvstýri tók seg í gjárkvøldið burturúr samráðingnum við Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn um at skipa nýggja samgongu. Tað váttar Jógvan Skorheim, formaður, fyri Kringvarpinum. Beinleiðis samrøða verður við formannin í Nýggjum Sjálvstýri í útvarpinum klokkan 8. Tað kom óvart á formannin í Fólkaflokkinum, Jørgen Niclasen, at Annika Olsen í gjár tók seg úr Fólkaflokkinum. Sambært formanninum, so visti hann av ongum. Allur túrurin var dokumenteraðuur við at teir høvdu hvør sítt filmstól á hjálminum. Allar upptøkurnar eru nú kókaðar niður til smáar 3 minuttir. Hygg eftir filminum her . Politiið og tollvaldið í Íslandi høvdu samstarv við tollvaldið í Føroyum, tá tvey fólk úr Niðurlondum vórðu tikin á Seyðisfirði, tá tey komu hagar við Norrønu týsmorgunin. Tað sigur løgreglan á Eysturlandinum í tíðindaskrivi . Í bilinum hjá niðurlendingunum vóru 80 kilo av hvítum pulvuri í nógvum posum, sum politiið sigur er rúsevni, men enn er ikki upplýst, hvat fyri slag av rúsevni, talan er um. Ella, um talan er um rúsevni yvirhøvur. Fólkini, maður og kvinna um 45 ára aldur, eru vaðhaldsfongslað í tvær vikur, skriva íslendskir miðlar. Tey eru flutt til Reykjavíkar. Verjin hjá manninum segði við íslendska kringvarpið, RÚV, at ikki er avgjørt enn, um varðhaldsfongslingin verður kærd til Hægstarætt. Verjin hjá handtiknu kvinnuni hevði ongar viðmerkingar í gjár. Hoyr Jógvan Skorheim, formann í Nýggjum Sjálvstýri, greiða frá, hví flokkurin hevur drigið í land og tikið seg úr samgongusamráðingunum. Sendingin Góðan morgun, Føroyar, viðgjørdi nakað av politisku støðuni í morgun, nú Annika Olsen hevur tikið seg úr Fólkaflokkinum. Politiski viðmerkjarin, Eirikur Lindenskov var í utvarpsstovuni. Grønland er ikki limur í ES, og tí gongst illa at fáa læknar til Grønlands. Tað sigur grønlendska landsstýriskvinnan í heilsumálum, Doris Jacobsen, við grønlendska kringvarpið, KNR . Hon sigur, at tey vilja fegin hava útlendskar læknar til Grønlands, men av tí at Grønland er ikki í ES, krevur tað nógva tíð og harafturat er tað trupult at fáa læknar til Grønlands. Læknar, sum hava ES løggilding, kunnu uttan nakað arbeiða í øllum ES londum. Men av tí at Grønland er ikki í ES, krevst drúgv viðgerð, hálvt ár ella so, í Útlendingastýrinum, tá læknar ella tannlæknar vilja til Grønlands at arbeiða. Tað er eisini galdandi fyri læknar, sum hava danska løggilding, sigur Doris Jacobsen. Hon vil nú hava donsku stjórnina at broyta hetta. Doris Jacobsen, landsstýriskvinna, sigur við KNR, at danski heilsumálaráðharrin, Sophie Løhde, er sinnað at hjálpa Grønlandi burtur úr læknatrotinum. Íslendingurin Jón Sigfússon er granskingarleiðari. Kanningarúrslitini verða løgd fram í Miðhøllini á Skúlatrøð mánakvøldið klokkan 19, og hon er almenn. Morgunsendingin skiftir orð við Tonju Ziskason, ið er toymisleiðari fyri málsøkið Børn og Ung og samskipar luttøkuna í ungdómsgranskingini fyri Klaksvíkar kommunu. Thomas Cinar var fyrr í vikuni beinleiðis orsøkin til, at ein størri leiting varð sett í verk, tí fólk í Kunoy stúrdu fyri, at hann var komin illa fyri í fjøllunum. Bilur hansara hevði staðið parkeraður í bygdini í fleiri dagar, og tað er ikki vanligt. Tað er annars ein heilt serlig orsøk til, at Thomas Cinar er í Føroyum sangurin Eitt annað land hjá Lív Jónsveinsdóttir Ludvig. Hetta er ein rímiliga drastisk avgerð hjá mær at taka hetta stigið, og eg skal líka fóta mær aftur, áðrenn eg taki nakra aðra avgerð, segði Annika Olsen við útvarpið. Hon vil sostatt ikki vátta, at hon er á veg í Framsókn, hóast tað hevur ljóðað at hon var á veg í flokkin hjá Poul Michelsen, síðani hon mikudagin boðaði frá , at hon rýmir úr Fólkaflokkinum. Ein av teimum, sum væntaði at Annika Olsen var á veg í Framsókn, er Eirikur Lindenskov, politiskur viðmerkjari, sum Góðan morgun Føroyar tosaði við fyrr í morgun. Tað kann bara tulkast, sum hon Annika Olsen,er á veg í Framsókn, segði Eirikur Lindenskov millum annað í samrøðuni í útvarpinum í morgun. Hóast tað kom óvart á øll mikudagin, at Annika Olsen rýmir úr Fólkaflokkinum, varð avgerðin um at rýma úr Fólkaflokkinum ikki tikin í skundi, sigur hon við útvarpið. Tað er ikki alt, sum sær dagsins ljós. Eg havi gjørt floksleiðsluna varuga við nøkur ting áðrenn eg tók meg úr Fólkaflokkinum, sigur Annika Olsen. Býurin Joso, norðanfyri høvuðsstaðin, Tokyo, varð hart raktur, tá Kinugawa áin floymdi yvir áarbakkarnar, og noyddi fólk frá húsum. Bjargingarlið hava havt úr at gera við at bjarga fólki undan vatnflóð og skriðulopi. Tyrlur hava bjargað fólki, ið hava staðið uppi á húsatekjum. Greinin heldur fram niðanfyri. Vit hava ikki sæð sovorðið regn áður. Støðan er óvanlig og áhaldandi vandi hóttir, sigur ein leiðandi veðurfrøðingur sambært BBC. Vatnflóð og skriðulop koma í kjalarvørrinum á nógvum vindi og regni, ið hevur verið í Japan fleiri dagar, har vindferðin hevur verið 35 metrar um sekundið. Mamman var norsk, pápin dani. Fosturpápin var úr Sumba, og har vaks hann upp. Sekstan ára gamal flutti hann til Havnar, og har hevur hann verið síðani. Hann er musikalskur út í fingraspíssarnar, men hevur einki givið út av sínum egna. Kortini hevur hann verið uppi í óteljandi føroyskum útgávum. Havnar Framburðsfelag fer at krevja Anniku Olsen eftir eini frágreiðing, nú hon hevur vent flokkinum bakið, sigur Sólvit Nolsøe, formaður í Havnar Framburðsfelag. Síðani sunnudagin eru 3.200 flóttafólk komin til Danmarkar. Av teimum 3.200 flóttafólkunum hava bert 688 av teimum biðið um friðskjól í landinum, sambært NRK . Talið á flóttafólkum, ið hava biðið um friðskjól í Svøríki síðani sunnudagin, er nú uppi á 1924, sambært svensku myndugleikunum, Migrationsverket. Nógvu flóttafólkini, ið seinastu dagarnar eru komin til Danmarkar, síggjast eisini aftur í floghavnini í Kastrup, skrivar Berlingske á netinum. Bíðirøðirnar til tokini, ið koyra frá Kastrup til Svøríkis, vóru í morgun langar, tí nógv flóttafólk vildu sleppa við tokinum til Malmø, skrivar blaðið. Í morgun gav danska løgreglan flóttafólkunum møguleika at ferðast beinleiðis víðari, um flóttafólkini ikki ynskja at biðja um friðskjól í Danmark. Vígdis hevur ferðast til og verið nógv í Sýria seinastu 26 árini. Landið er munandi øðrvísi enn fólk vanliga halda, men fyri fýra árum síðani broyttist alt, sigur hon. Posarnir við hvita pulvrinum vóru ikki serliga væl krógvaðir í bilinum, sambært íslendska kringvarpinum. Tað var tí lætt hjá tollarunum at finna posarnar. Sambært myndugleikunum í Íslandi gjørdi samstarv millum løgreglu og tollvaldið í Íslandi og tollvaldið í Føroyum, at fólkini vórðu tikin, tá tey komu til Íslands úr Hirtshals. Orsøkin er, at hinir flokkarnir vilja hava hjúnarbandslógina í samgonguskjalið, og at selja fiskatilfeingið á almennari uppboðssølu. Ætlanin er at brúka yvir 100 milliónir krónur at leggja ein el kaðal gjøgnum undirsjóartunnilin, og so ein sjókaðal frá Sandoynni til Suðuroynna. Allir næmingarnir i 3. flokki eru fyri fyrstu ferð kannaðir fyri orðblindni. Tað eru orðblindalærarar sum gera kanningina og hon skal visa, um næmingarnir duga at kenna sambandið millum ljóð og bókstav. Dánjal Rói Olsen, meir kendur fyri Dan Olsen Music innan tónleikaverðina, hevur í dag givið sítt lag, Fires in the Night , út. Tað er hansara triðja aukustiska lag, har hini bæði vóru coverløg. Dan hevur spælt tónleik frá ungum aldri og roynir seg nú sum tónleikari í London. Hoyr fleiri av hansara sangum her. Russisk reiðarí eru longu farin at landa í Russlandi, millum annað tí at prísurin har er hægri nú eftir nógvu handilsforðingarnar. Men sum ein reiðari sigur, torført er at vita, hvat hendir í morgin. Tað veldst um, hvussu russiski rupilin stendur seg í kapping við stóru gjaldoyruni. Russisku fiskiveiðimyndugleikarnir vænta, at russisk skip megna at fiska tað, sum Russland higartil hevur keypt úr Íslandi. Til 1. juli í ár, tá Ísland kom á svartalistan hjá Putin, keypti Russland 37.600 tons av fiski úr Íslandi, sum vóru 14,4 prosent av øllum russiska fiskainnflutninginum. Í fjør keypti Russland 125.000 tons úr Íslandi, av teimum vóru 66.200 tons sild. Doru Tiberiu á Torvlaðnu megnaði at flýggja fleiri ferðir eftir at hann varð fongslaður, tí hann tosaði ímóti stýrinum í Rumenia. Ta einu ferðina svam hann um Donau, men varð fangaður og sendur aftur til Rumenia. Umsíðir eydnaðist honum at flýggja til Grikkalands og eftir tógvið stríð og fleiri ár, kom hann til Føroya og her gjørdist hansara dreymur veruleiki. Strandfaraskip landsins upplýsa ikki á heimasíðuni, hvørji tilboðini eru. Men løgtingið hevur latið 50 milliónir krónur til nýggju ferjuna. Tá byggingin varð boðin út fyri tveimum mánaðum síðani, varð sagt, at níggju skipasmiðjur, føroyskar og útlendskar, vórðu bidnar um at koma við tilboði. Nýggja ferjan fer at taka 10 til 12 persónbilar ella tveir tveir lastbilar og fimm persónbilar. Um summarið fer ferjan at taka 170 ferðafólk og 90 um veturin. Tí er Tórshavnar býráð kallað á býráðsfund í dag, har eittans mál er á skránni at geva loyvi til, at Heðin Mortensen røkir borgarstjóra og løgtingsstarvið. Borgarstjórastarvið í landsins størstu kommunu er fulltíðarstarv, og tí skal hann sambært kommunustýrislógini leggja øll almenn álititsstørv frá sær. Borgarstjórin í Havn fær góðar 54.000 krónur um mánaðin. Ein løgtingslimur fær 37.000 um mánaðin. Býráðsfundurin verður klokkan hálvgum eitt í dag. Í juni í ár vóru 1.121 fólkapensjónistar á arbeiðsmarknaðinum, meiri enn hundrað fleiri enn í juni í fjør. Hagstovan hevur kunngjørt tøl um føroysku arbeiðsmegina. Hagstovan vísir á, at fleiri fólkapensjónistar, tað eru fólk, sum eru 67 ella eldri, eru nú enn fyri einum ári síðani, og tað kann vera orsøkin til, at fleiri fólkapensjónistar arbeiða. Eisini í hinum endanum í hagtølunum, tí yngsta, er talið størri í ár. 138 tannáringar fleiri arbeiða nú enn í fjør. Hagstovan heldur, at lítla arbeiðsloysið er orsøkin. Í sendingin verður millum annað kjakast um leiklutin hjá FSF, hvussu Føroyar skulu uppala góðar leikarar, og hví menningin ikki gongur nóg skjótt. 200 metrar eru millum antennurnar í tunlinum, og tað skuldi tryggjað signal í øllum tunlinum, sigur Landsverk . Tað hevur kostað umleið 400.000 krónur at seta upp sendiútgerðina. Útvarp hoyrist nú í sjey av tunlunum, har mest ferðsla er. Hinir tunlarnir eru Vága , Norðoya , Hovs , Norðskála , Leyna og Kollafjarðartunnilin. Ætlanin er eisini at fáa ferðsluútvarp í flestu tunlar, sum nú hava útvarpsútgerð. Politiið fær møguleika at bróta útvarpið av og koma við boðum, um okkurt er áfatt í tunlinum ella ferðsluni annars. Hetta verður tó ikki fyrr enn seinni í ár, sigur Landsverk. I need a dollar var eyðkennislag til HBO røðina How To Make It in America í 2013. Síðani hevur amerikanski tónleikarin av álvara fingið vind í seglini. Í løtuni arbeiðir Aloe Blacc við eini nýggjari útgávu. Tey eru nógv, sum skriva sangir fyri og saman við honum. Tí er tað eingin vissa fyri, at lagið, teir hava gjørt saman, kemur við á útgávuna, men Teitur ímyndar sær, at so kann tað brúkast til eina sjónvarpsrøð ella hann sjálvur gevur tað út, tí hann er væl nøgdur við úrslitið. Tað eru fimm ár síðan ferðin byrjaði á Kosta Rika, fram við amerikansu eysturstrondini, upp til New Foundland, Ísland og Føroyar, har Morgunsendingin hitti tey í Vágsbotni. Játtaðar eru 50 milliónir krónur, men lægsta boðið er 72 milliónir krónur. Hægsta boðið er góðar hundrað milliónir krónur. Tað loysir seg ikki at skerja verkætlanina, so hon kemur niður í 50 milliónir. So er arbeiðið betur ógjørt, sigur stjórin á Strandferðsluni. Strandfaraskip landsins fingið 16 tilboð upp á nólsoyarferjuna. Hilmar Eliasen er stjóri á Strandferðsluni. Tilráðingin verður latin tí landsstýrisfólki, sum fær Strandferðsluna í nýggja landsstýrinum. Í veruleikanum eru komin 32 tilboð, tí biðið var eisini um eitt alternativt tilboð. Eitt tilboð er komið úr Føroyum. Tað er kappingarført í prísi samanborið við tilboðini úr øðrum Norðurlond, sigur Hilmar Eliasen. Fáið váttan fyri, at gíslin er á lívi, tí yvirgangsfelagsskapurin, ISIL, hevur fyrr víst seg at vera óálítandi í slíkum samráðingum. ISIL hevur fyrr verið í samráðingum um loysigjald fyri gíslar, sum longu eru deyðir, sigur bretski yvirgangsserfrøðingurin, Raffaello Pantucci, við NRK. Norski uttanríkisráðharrin, Børge Brende, segði mikudagin, at stjórnin hevur greina eina mynd av Ole Johan Grimsgaard Ofstad, sum ISIL hevur almannakunngjørt. Og niðurstøðan er, at myndin helst er tikin í síðsta mánað. Norðmaðurin, sum er gísli hjá ISIL, hevur skrivað á sosialu miðlunum, at hann kom til Idlib í Sýria í januar í ár. Hann hevur lagt út fleiri greinar og videobrot um ófriðin í landinum. Yvirgangsgranskarin, Lars Gule, sigur, at tað, sum norðmaðurin fleiri ferðir hevur skrivað á Facebook, bendir á, at hann hevur havt stóran áhuga fyri borgarkrígnum í Sýria. Og er hann í Idlib landspartinum í Sýria, so bendur nógv á, at hann er í hóslag við islamistar, sum stríðast móti ISIL, sigur Raffaello Pantucci. Bretland hevur staðið við sítt og hevur ikki latið loysipening fyri gíslar. Úrslitið av tí hevur tó verið, at vit hava sæð fleiri bretskar ríkisborgarar verða avrættaðar. Norski rithøvundin, Kjetil Stormark, sigur, at slíkar útmeldingar gera tað torførari hjá Noregi at fáa samskifti í lag við rænararnar. Tað politiska innihaldið er komið uppá pláss, og nú skal samgonguskjalið orðast, so allir flokkar kunnu taka undur við tí, sigur samráðingarleiðarin, Aksel V. Johannesen. Býráðsfundur var klokkan 12 30 í dag. Har samtyktu teir sjey býráðslimirnir hjá Javnaðarflokkinum, at Heðin Mortensen eisini kann sita í Løgtinginum. Tjóðveldi, sum situr í andstøðu, atkvøddi ímóti, meðan Fólkaflokkurin ikki greiddi atkvøðu, og umboðið hjá Sambandsflokkinum var ikki á fundi. Heðin Mortensen, borgarstjóri setti sjálvur býráðsfundin. Av tí at málið snúði seg um hann, fór hann síðani av býráðsfundinum, og Jógvan Arge, varaborgarstjóri setti seg í formanssessin. Á býráðsfundinum varð millum annað varð ført fram, at býráðið ikki átti at umrøtt eitt slíkt mál, tí Løgtingið átti at broytt kommunulógina, so borgarstjórar ikki kunnu sita í Løgtinginum, samstundis sum teir eru borgarstjórar. Atkvøðugreiðslan var kortini greið. Teir sjey býráðslimirnir hjá Javnaðarflokkinum atkvøddu fyri áheitanini frá Heðini Mortensen, um at hann eisini kann sita í løgtinginum. Blóðtøppur í heilanum Apopleksi er ein bráðfeingis sjúka, sum krevur bráðfeingis viðgerð. Millum 120 og130 nýggir tilburðir verða árliga staðfestir í Føroyum, harav 85 stava frá blóðtøppum. Restin kemur av heilabløðing ella bløðing millum heilaserkirnar. Blóðtøppur í heilanum er ein tann íð u ligasta orsøkin til deyða ella avlamni. Landssjúkrahúsið er farið undir eitt átak, bæði til borgarar og heilsustarvsfólk, at kunna um, hvussu týdningarmikið tað er, at bera skjótt at, um ein hevur sjúkueyðkenni, ið benda á blóðtøpp í heilanum. Heðin Mortensen fekk í dag undantaksloyvi at taka sæti á tingi. Eitt sæti, hann í fyrstu atløgu fer at brúka til at flyta meira pengar frá land til kommunu fyri. Undir valstríðnum søgdu allir teir stóru flokkarnir, at vinnan skuldi vera við til at gera eina fiskivinnunýskipan, og tað høvdu vit eisini væntað. Tað sigur Annfinn Olsen, formaður í Føroya Reiðarafelag, nú Aksel V. Johannesen, samráðingarleiðari, hevur boðað frá, at ætlanin er at seta ein arbeiðsbólk at koma við tilmæli um, hvussu fiskivinnan kann skipast av nýggjum. Tilmælið frá arbeiðsbólkinum skal verða grundarlagið undir uppskotinum, sum ætlanin er at leggja fyri tingið á ólavsøku, sigur Aksel V. Johannesen. Annfinn Olsen sigur, at Reiðarafelagið hevur ikki verið í sambandi við flokkarnar, sum samráðast um nýtt landsstýri, men hevur bert fylgt við í málinum í miðlunum. Annfinn Olsen sigur, at tey seks punktini í arbeiðssetningurin hjá arbeiðsbólkinum verða rættiliga avgerandi fyri, hvørjir møguleikar verða, tí Aksel V. Johannesen hevur sagt, at arbeiðast skal eftir øðrum meginreglum enn gjørt verður nú. Við Kringvarpið sigur Aksel V. Johannesen, samráðingarleiðari, at landsstýrið verður skipað á leið soleiðis, sum tað er í dag. Tó verða tað helst nakrar broytingar. Tí verður eitt aðalráð, sum líkist Innlendismálaráðnum, helst stovnað. Um tað komandi aðalráðið fer at umsita júst tey somu málsøkini, sum Innlendismálaráðið gjørdi, kann Aksel V. Johannesen ikki siga við vissu. Grønlendska landsstýrið hevur sett tvær milliónir krónur av í ár og næstu árini at menna eitt viðgerðartilboð fyri tey, sum fremja kynslig brotsverk. 66 ára gamli Jeremy Corbyn er valdur til nýggjan formann í bretska arbeiðaraflokkinum Labour. Sambært serfrøðingum merkir hetta, at Labour flytir seg longur út á vinstra vongin. Jeremy Corbyn er kendur fyri síni sosialistisku sjónarmið. Millum annað vil hann hava, at tey ríkastu skuldu rinda meir í skatti. Jeremy Corbyn er eisini kendur fyri at vera ímóti bretsku luttøkuni í kríggunum í Afghanistan og Irak. Tað vóru annars trý onnur formansvalevnir Andy Burnham, Yvette Cooper og Liz Kendall sum tingbólkurin hja Labour stuðlaði. Hesi valevnini lógu ikki eins langt til vinstru sum Jeremy Corbyn. Helvtin av pengunum, Reyði Krossur savnar inn í morgin á árligu landsinnsavningini, fer til hjálp á staðnum til hjálp í flóttafólkalegunum, har neyðin er stór. Ein stór ullaráðstevna hetta vikuskiftið skal geva bóndrunum íblástur, men tað er torført at koma víðari, heldur størsti seyðabóndi landinum, sum brennur sína ull. Hvør hevur verið besti føroyski leikarin seinastu 25 árini Hendan spurningin setur fjepparafelagið Skansin á sínum Facebook vanga. Greinin heldur fram niðanfyri. Fyrst ber til at atkvøða fyri øllum teimum 146 leikarunum, sum hava leikt á landsliðnum. Síðani verður atkvøtt millum 10 teir fremstu. Føroyskur kurvabóltur hevur fingið eitt felag afturat, og nú eru trý feløg í Føroyum. Nýggjasta felagið er úr Havn, og tað eitur Kurvabóltsfelagið Sporðdrekin. Sporðdrekin hevur í løtuni bara manslið, men í framtíðini er ætlanin, at felagið skal verða umboðað við kvinnum og monnum í øllum aldursbólkum. Nú trý feløg eru í Føroyum ber til at kappast, og har við eisini styrkja um landsliðið, sum fyri fyrstu ferð luttók á oyggjaleikum í Jersey í ár. Sporðdrekin ætlar eisini at skipa fyri opnum kappingum, har øll kunnu luttaka. Hesar kappingarnar skulu eftir ætlan økja áhugan fyri kurvabólti í Føroyum. Formaður í Sporðdrekanum er Magnus Jakobsen, og hann sigur, at føroyskur kurvabóltur nú hevur nógv størri møguleikar fyri menning. Trupulleikin hevur øll árini verið, at eingin skipað kapping hevur verið. Nú ber tað til, og vit vóna, at fleiri feløg fara at leggjast afturat kring landið , sigur formaðurin í nýggjasta kurvabóltsfelagnum í Føroyum. Nicola Sturgeon, forkvinna í SNP, og fyrstiráðharri í Skotlandi, sigur, at komandi floksskránin fer at koma við einari tíðaráseting fyri, nær ein nýggj fólkaatkvøða skal vera, skrivar ritzau. SNP er stórsti flokkur í Skotlandi. Á valinum í mai vann flokkurin 56 av teimum 59 skotsku sessunum í tjóðartinginum í London. Hinvegin misti Labour 49 sessir, og hevur nú bara eitt skotskt umboð í London Skotar vóru á fólkaatkvøðu í fjør um loysing, men tá var ein meirluti ímóti. Bretski forsætisráðharrin, David Cameron, segði eftir valið í mai, at nýggj fólkaatkvøða fór ikki at vera. Kommunurnar í Sandoynni hava nú felags heimasíðu, og síðan ein er felags heimasíða fyri alla oynna, við upplýsingum feløg, ferðing, tiltøk og tænastur. 63 prosent av dønum halda, at flóttafólk, ið koma til Danmarkar, hava rætt til hjálp. 61 prosent halda, at flóttafólk, ið koma til Danmarkar skulu hava hjálp, men at tey skulu sendast heim aftur, skjótast gjørligt. Tað vísur nýggj kanning, ið DR hevur gjørt, sæst á heimasíðuni hjá DR. Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn eru liðug við samgonguskjalið og málsøkjabýtið, tað váttar Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum og samráðingarleiðari. Nývalda løgtingið kemur saman fyrstu ferð týsdagin. Á fundinum týsdagin skulu valbrøvini og valúrslitið góðkennast, síðan skal løgtingsformaður veljast, og eisini skulu tríggir næstformenn tilnevnast at vera í formansskapinum saman við løgtingsformanninum. Væntandi verður tíðindafundur í morgin, har samgonguskjalið verður skrivað undir, og almannakunngjørt verður, hvørji eru nýggj landsstýrisfólk. Støðan 1 B36 54 stig 2 NSÍ 46 stig 3 Víkingur 44 stig 4 HB 36 stig 5 KÍ 34 stig 6 ÍF 25 stig 7 TB 24 stig 8 AB 19 stig 9 FC Suðuroy 19 stig 10 EB Streymur 7 stig Bólturin er á skránni klokkan 14 45. Maria Ziskason Nesá er vertur, og Suni Merkistein og Jóannes Jakobsen siga frá dystinum millum B36 og TB. Manningin á Esvagt Connector, har tríggir føroyingar eru við, bjargaði einum sjómanni, ið varð dottin fyri borð av einum øðrum skipi. Maðurin var í bláari ketilsdrakt og fleyt á opnum havi. Kortini eyðnaðist Esvagt Connector at finna mannin. Tí er møguleiki fyri, at ein meirluti av løgtings og landsstýrisfólkunum vera kvinnur, alt eftir hvussu flokkarnir mannað landsstýrið. Ein nýggj meting, sum danska løgreglan hevur gjørt, staðfestur, at í minsta lagi 5.000 flóttafólk og migrantar eru komin um markið til Danmark síðani 6. september, tað vil siga seinastu víkuna. Tað sæst á heimasíðuni hjá DR. Talið byggir á metingar hjá løgregluni í Suðursælandi og Suðurjúlland, ið hevur løgreglufólk við markið. Markið millum Danmark og Týskland er annars schengen øki og tí er eingin skráseting av, hvør ferðast millum londini longur. Nýggju tølini koma óvart á danskar miðlar, tí løgreglan frammanundan hevði boðað frá, at hon var givin at meta um talið av flóttafólkum. Grundgevingin fyri at gevast var, at ov torført var at meta um rætta talið. Danski løgmálaráðharrin, Søren Pind, skrivar í dag á twitter, at hann væntar eisini eina uppgerð av, hvussu nógv av flóttafólkunum fara av landinum aftur til eitt nú Svøríkis. Aðalstjórnin hjá Tjóðveldi fór á fund beint aftaná døgurða at umrøða hvør skal umboða flokkin í landsstýrinum. Fyri einum tíma síðani var fundurin ikki liðugur. Tingingarnar flokkana millum vóru av seint í nátt, og í dag eru komandi samgonguflokkarnir farnir hvør til sítt at finna fólkini, sum skulu manna landsstýrið. Vit hava ein sterkan og breiðan hóp. Og so hava vit einstaklingar, sum kunnu avgera dystir. Hetta er fantastiskt at vera partur av . Ímeðan B36 vann á TB, spældu NSÍ og HB javnt í Runavík, og hetta merkir, at B36 er føroyameistari, hóast trý umfør framvegis eru eftir. Støðan eftir 24. umfar B36 57 stig NSÍ 47 stig Víkingur 44 stig HB 37 stig KÍ 35 stig ÍF 26 stig TB 24 stig AB 22 stig FC Suðuroy 19 stig EB Streymur 10 stig Um vikuskiftið varð kappast um FM heitið í skeet 2015 leirdúgvuskjóting á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla VBM í Sandvíkum. Føroyameistarnir fyri einstaklingar í meistarabólkinum og unglingabólkinum vórðu funnir, samstundis sum liðkappingin 2015 fyri meistatar og unglingar eisini endaði fyri í ár. Tey nýggju landsstýrisfólkini fáa meira í løn, men tey missa aðrar inntøkur og skulu, eins og flestu onnur, rinda til egna eftirløn. Løgmaður fær 30 prosent meira í løn og landsstýrisfólkini 29 prosent. Løgmaður fær 17.560 krónur meira um mánaðin og landsstýrisfólkini 14.535 krónur meira enn tey fáa nú. Lønin hjá løgmanni fer beint upp um 76.000 krónur, og hjá landsstýrisfólkunum fer lønin upp í 64.380 krónur um mánaðin, sambært lógini, sum løgtingið samtykti á vári í 2014. Andstøðan í tinginum tók ikki undir við at hækka lønirnar. Løgmaður og landsstýrisfólk fáa somu samsýning at ferðast fyri sum løgtingsfólk fáa, tað er fyri 200 ferðir aftur og fram um árið. Skattafría borðfæið og kostnaðar endurgjøldini fara í søguna, og eftirlønarskipanin fer frá tænastumannaskipan til skipan, har goldið verður inn til egna uppsparing. Eftirlønin verður 15 prosent. Og hjá løgmonnum og landsstýrisfólkum, sum fara úr landsstýrinum í løgtingið, verður fráfaringarlønin frá landsstýrinum mótroknað í lønini frá løgtinginum. Sagt varð í lógaruppskotinum, at landskassin fer at spara slakar fýra milliónir krónur um árið, tá nýggja skipanin kemur í gildi eftir næsta løgtingsval. Lions Club Tórshavn læt 65.000 krónur, sum var yvirskotið frá málningaframsýningini á ólavsøku. Allir Lions klubbarnir í Føroyum lótu afturat 35.000 krónur. Nú nýtt landsstýrisfólk er á veg í Mentamálaráðið, minnir Lærarafelagið á, at felagið noktar framvegis limum sínum at fara í seturskúla við næmingum uttan so, at lærararnir fáa løn afturfyri. Fyri mánað síðani kunngjørdi Lærarafelagið, at tað noktar limunum at fara í seturskúla við næmingum uttan so, at tímar eru skrásettir í virksemisætlanini sambært galdandi avtalu. Men sambært Lærarafelagnum boðaði Mentamálaráðið í vár skúlaleiðslunum frá, at skerjingar eru gjørdar í játtanini til tímar til seturskúla. Í Skúlablaðnum í morgun sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum, at á fundi, sum Heim og skúli skipaði fyri hálvan august í sambandi við løgtingsvalið, segði Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, at skúlaleiðslurnar gera av, um tær raðfesta seturskúlan ella ikki. Formaðurin í Lærarafelagnum sigur, at tað ber ikki til hjá skúlaleiðslum at raðfesta seturskúlan fram um annað, tí tað ber ikki til at flyta tímar, sum ikki eru har. Landsstýrismaðurin veit væl, at hetta ber ikki til. Og at krevja, at lærarar fara í seturskúla uttan at fáa løn afturfyri, ber ikki til, sigur Herálvur Jacobsen við Skúlablaðið. Í flestu skúlum er hetta ein munandi skerjing. Í summum skúlum forkemur hetta drúgvum siðvenjum um seturskúla, sigur formaðurin í Lærarafelagnum. Klokkan fýra í dag verður samgonguskjalið hjá Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn undirskrivað. Samgonguskjalið verður undirskrivað í løgtinginum. Teir tríggir flokkarnir eru eftir samráðingar í slakar tvær vikur vorðnir samdir um, hvussu teir ætla sær at stýra Føroyum næstu fýra árini. Tað gjørdi flokkurin, tí hann kundi ikki taka undir við ætlaða fiskivinnupolitikkinum, og flokkurin vildi hava fólkaatkvøðu um hjúnabandslógina. Fyrsti tingfundurin eftir løgtingsvalið verður í morgin klokkan tíggju. Fyrst skulu valbrøvini hjá teimum valdu og valúrslitið 1. september góðkennast. Tingið velur fimm løgtingsfólk at kanna valbrøvini. Síðani setur Poul Michelsen, sum er elsti valdi tinglimurin hann fylti 71 í summar tingfundin. Síðani er á dagsskránni váttan eftir grein átta í stýrisskipanarlógini. Greinin sigur, at tá góðkent er, at løgtingsfólk er valt, skal tað leggja frá sær øll álitisstørv í nevndum, ráðum og øðrum, sum eru undir eftirliti landsstýrisins ella, sum landsstýrið hevur skipað tað í, tó undantikin beinleiðis fólkavald umboð. Síðani velur løgtingið formansskapin, formann og tríggjar næstformenn. Tað fyrsta, sum nýggi løgtingsformaðurin væntandi fer at gera, verður at skjóta upp, at Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins, verður valdur til løgmann. Tingið velur ikki landsstýrisfólkini. Løgmaður tilnevnir landsstýrisfólk. Sum skilst verður samkoma í Tingnesi seinnapartin, har sum løgmansskiftið verður og nýggju landsstýrisfólkini fáa síni setanarskriv. Tingfundurin verður í morgin klokkan tíggju, tí stýriskipanarlógin sigur, at nývalda løgtingið kemur saman til fundar klokkan 10 00 tólvta yrkadag eftir valdagin. Kringvarpið sendir beinleiðis, tá samgonguskjalið verður undirskrivað bæði í útvarpinum og sjónvarpinum. Sendingarnar hoyrast og síggjast eisini á kvf.fo Sjúkueyðkenni eru brádligt lamni ella niðursett megi følisansur í armi ella beini øðrumegin á likaminum brádliga ilt við at finna ella siga orð brádliga hangandi munnviki Tað er týdningarmikið, at tú ikki svevur uppá tað, um tú merkir hesi tekin eyðkenni. Hóast tekinini eru horvin aftur ella kanska bara vardu einar tveir minuttir, eru hyggjuráðini at ringja 112. Øll kunnu verða rakt av blóðtøppi í heilanum, eisini tey ungu. Men nøkur eru í størri vanda enn onnur. Her snýr tað seg um fólk sum roykja, fólk, sum hava diabetes og fólk við høgum blóðtrýsti Í kvøld verða kanningarúrslitini frá stóru millumtjóða verkætlanini Ung í Evropa, har Klaksvík er føroyski luttakarin, løgd fram. Úrslitið av granskingini verður lagt fram í kvøld klokkan sjey á Skúlatrøð í Klaksvík í Ósaskúlanum. Hvussu hava ungfólk tað so í Klaksvík Tonja Ziskason er toymisleiðari fyri barna og ungdómsdeildina hjá Klaksvíkar Kommunu. Eg kendi meg væl og gleddi meg at fáa vitjan av øllum Team Rynkeby liðnum, men tá eg súkkli niðri á keiøkinum í Skopun, verður alt knappliga svart. Í fjør var hann úttikin til at vera partur av føroyska súkkluliðnum, Team Rynkeby, sum umframt at súkkla til París eisini samlar pengar inn til børn við krabbameini og teirra avvarandi. Tann 10. mai 2015 fekk hann brádliga ein hjartatilburð. Ein hending sum hevur havt stóra ávirkan á Hans Falkvard Hansen og hansara gerandisdag. Í Vegamótinum fortelur Hans Falkvard Hansen millum annað um sjálva hendingina, og hvørja ávirkan henda upplivingin hevur havt á seg og familjuna. Søkt verður ikki eftir nýggjum stjóra til Íverksetarahúsið í Klaksvík fyrr enn greiða er fingin á fíggjarligu støðuni hjá Íverksetarahúsinum. Nevndin fer fyrst at hava fund við hesar tríggjar myndugleikarnar, og greiða frá støðuni hjá Íverksetarahúsinum, og um nýggjar ætlanir við húsinum. Regin Dalsgaard upplýsir, at møguliga verður neyðugt við eykajáttan til upptakið eftir fyrrverandi leiðsluna fyri Íverksetarahúsið. Jógvan Skorheim søkti fríggjadagin býráðið um loyvi at fara í Løgtingið tað, sum eftir at av hesari býráðssetuni. Hon endar 31. desember næsta ár. Fríggjadagin fekk Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, loyvi frá býráðnum at vera tingmaður, samstundis sum hann er borgarstjóri. Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, segði við Útvarpið fríggjadagin, at tá viðurskiftini í nýggju samgonguni eru avgreidd, verður støða tikin. Tá tey viðurskiftini verða avgreidd í morgin, verður støða tikin til borgarstjórasessin á Tvøroyri. Í farna valskeiði var Kristin Michelsen bæði løgtingsmaður og borgarstjóri. Leiðin gongur við Norrønu til Íslands, og tá Góðan Morgun Føroyar hitti menninar nakrar tímar áðrenn fráferð, vóru teir sum vera mann spentir. Eg havi tvær ferðir áður verið í slíkari støðu, og eg eri eisini ógvuliga fegin um, at alt spældi væl av, sigur Eyðstein Poulsen, sum herfyri fekk høvi at hitta 14 ára gamla drongin í Sandavági. Karl Mouritsen varð fluttur á sjúkrahúsið og hevur seinni fingið ein sokallaðan hjartastartara innopereraðan á Ríkissjúkrahúsinum. Foreldrini, sum ikki sjálvi vóru til staðar, tá sonurin fekk hjartasteðg, eru ovurfegin um alla ta hjálp, sum sonurin fekk, meðan hann lá á vøllinum. Ivast tú í, nær tú skalt skriva vera og verða, ert tú ikki einsamallur. Tað vísa hagtøl fyri orðabøkurnar hjá Sprotanum á netinum. Fyrstu níggju mánaðirnar í ár er orðið vera sligið upp 3849 ferðirnar, og er sostatt tað orðið, ið er sligið oftast upp hjá Sprotanum. Á øðrum og triðja plássi eru orðini síggja og forhold , ið ávikavist vórðu sligin upp 3387 og 2666 ferðirnar frá 1. januar til 1. september. Tað er helst orsøkin til, at vit fleiri ferðir seinastu tíðina hava hoyrt um dálkað drekkivatn. Herdu krøvini til fráboðan og at gera fleiri royndir koma av, at ein nýggj kunngerð kom í gildi fyri einum ári síðani. Við útvarpið sigur Kim S. Bergkvist, eftirlitsfólk hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, at nýggja kunngerðin varð sett í verk fyri at tryggja, at krøvini til vatnreinsing í Føroyum eru á sama stigi sum í ES londunum. Klaksvíkar býráð noktaði á eykabýráðsfundi í gjárkvøldið at geva borgarstjóranum loyvi til at røkja bæði størvini. Bara tríggjar atkvøður vóru fyri. Átta atkvøddu ímóti. Eftir fundin kunngjørdi Jógvan Skorheim, at hann heldur fram sum borgarstjóri. Tí kemur Bárður Kass Nielsen, sum er nummar trý á listanum hjá Nýggjum sjálvstýri, í løgtingið. Bárður Kass Nielsen fekk 69 atkvøður á løgtingsvalinum 1. september. Tiltaksmaður hjá báðum tingmonnunum hjá Nýggjum sjálvstýri er Bjørn á Heygum, sum fekk 57 atkvøður. Býráðið í Runavík samtykti einmælt í gjár at loyva borgarstjóranum, Magnusi Rasmussen, at vera bæði borgarstjóri og tingmaður til 1. januar 2016. Býráðið á Tvøroyri hevur ikki enn viðgjørt spurningin, um Kristin Michelsen, borgarstjóri, kann vera bæði borgarstjóri og tingmaður. Tað var hann í farna valskeiði. Politiska semjan millum teir tríggjar samgonguflokkarnar røkkur eftir øllum at døma bara til at fastfrysta ríkisveitingina úr Danmark Sambært samgonguskjalinum verður ríkisveitingin fyrst fastfryst og seinni minkað. Men tá Aksel V. Johannesen, samráðingarleiðari og komandi løgmaður, á tíðindafundi í gjár varð spurdur um, hvat tað merkir, svaraði hann, at eingin avtala er um, at ríkisveitingin skal minka í hesum valskeiðnum. Sambært samgonguskjalinum skal ein komandi inntøkuvøkstur landsins fyri ein part setast í Búskapargrunnin, tá ið hallið er vent til avlop. Sett verða í grunnin 20 prosent av árliga avlopinum upp til 200 milliónir krónur og 50 prosent av tí, sum er omanfyri 200 milliónir krónur. Í samgonguskjalinum stendur, at samgongan fer at stremba eftir sjálvstøðugum limaskapi í EFTA, Norðurlandaráðnum, WTO, heimshandilsfelagsskapinum, og IOC, sum er Altjóða olympiska nevndin. Í EFTA eru fýra lond, sum ikki eru í ES. Tey eru Ísland, Noreg, Sveis og Liktinstein. EFTA og ES hava samstarv, sum verður kallað EBS samstarvið. Samgongan ætlar at endurskoða uttanríkispolitisku heimildarlógina frá 2005. Tjóðveldi og Framsókn hava áður sagt at uttanríkispolitiska heimildarlógin hevur bundið enn meira fyri møguleikanum hjá føroyingum at virka millum onnur fólk í heiminum. Flokkarnir siga, at við hesi lógini varð fyri fyrstu ferð samtykt ein donsk fatan av einum donskum eindarríki, føroyingar bara eru fulltrúar vegna Danmark á altjóða pallinum. Landsbankin kemur aftur. Tað hevur nýggja samgongan sett sær fyri. Undanfarna samgonga avgjørdi at leggja Landsbankan, sum kom í 1988, niður tann 1. apríl í 2013. Pengar skulu aftur í Búskapargrunnin, sum varð stovnaður í 2011. Sambært samgonguskjalinum skal ein komandi inntøkuvøkstur landsins fyri ein part setast í Búskapargrunnin, tá ið hallið í fíggjarlógini er vent til avlop. Sett verða í grunnin 20 prosent av árliga avlopinum upp til 200 milliónir krónur og 50 prosent av tí, sum er omanfyri 200 milliónir krónur. Listin við málum, nýggja samgongan fer at arbeiða fyri, er lýstur við 2331 orðum pakkaður inn í sjey síður í fylgiskjalinum til nýggja samgonguskjalið, ið varð undirskrivað mánadagin Sambært Stýrisskipanarlógini skal nývalda løgtingið koma saman klokkan 10 tólvta yrkadagin eftir valdagin. Tað er í dag, 15. september. Tó loyvir Stýrisskipanarlógin, at fyrsti tingfundur kann vera áðrenn tólvta yrkadag, um samgonga er skipað og løgmaður hevur boðað til fundar. Á tingfundinum í dag skulu valúrslitini frá løgtingsvalinum og valbrøvini hjá løgtingsfólkunum góðkennast. Eisini skal tingformaður veljast, umframt tríggir næstformenn. Á tingfundinum verður eisini kunngjørt, hvørji sjey landsstýrisfólk skulu manna landsstýrið hjá Akseli V. Johannesen, komandi løgmanni. Eg fari at gera alt, eg eri mentur at umboða bæði andstøðu og samgongu í starvinum, segði Páll á Reynatúgvu, tá hann varð tilnevndur í Løgtinginum. Eftir at Løgtingið einmælt hevði samtykt nýggja løgtingsformannin, tá tingið var ðsett klokkan 10, varð formansskapurin í Løgtinginum næstu fýra árini eisini valdur. Heðin Mortensen úr Javnaðarflokkinum er 1. næstformaður, Edmund Joensen úr Sambandsflokkinum er 2. næstformaður og Jógvan á Lakjuni úr Fólkaflokkinum er 3. næstformaður í formansskapinum. Aksel V. Johannesen, komandi løgmaður, tilnevndi á løgtingsfundinum fyrrapartin hesi sjey fólkini til teir sjey landsstýrissessirnar Ein meiriluti í Løgtinginum hevur atkvøtt fyri, at Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, tekur við sum Føroya løgmaður eftir Kaj Leo Johannesen. 22 løgtingslimir atkvøddu fyri at Aksel V. Johannesen tekur við sum Føroya løgmaður. 11 løgtingslimir atkvødu blankt tá atkvøðugreiðslan var í Løgtinginum. Aksel V. Johannesen takkaði fráfarandi løgmanni, og undanfarna løgtinginum í røðuni í tinginum. Samstundis takkaði hann fyri álitið, og segði seg vilja umsita ábyrgdina á besta hátt. Einki av teimum trimum sjúkrahúsinum í landinum verður lagt niður. Í øllum førum ikki um tað stendur til nýggju landsstýriskvinnuna í heilsumálum. Tað, sum er høvuðsuppgávan, er at brúka tey øll til fulnar, so øll fáa tryggja eitt gott sjúkrahúsverk, segði Sirið Stenberg, nýggj landsstýriskvinna, í samrøðu við útvarpið í Løgtinginum. Nýggja landsstýriskvinnan heldur, tað er ov tíðliga at siga um arbeiðast skal fram ímóti at gera eina ætlan, so sleppast kann undan dupultfunktiónum í føroyska sjúkrahúsverkinum. Tað er avgjørt, at eitt arbeiði skal setast í gongd fyri at gera eina visjón og heildarætlan fyri alt heilsuverkið. Tað verður tað fyrsta, sum verður sett í gongd, sigur Sirið Stenberg. Í samgonguskjalinum hjá teimum trimum samgonguflokkunum stendur, at ein menningarætlan skal gerast fyri sjúkrahúsverkið. Flokkarnir siga, føroyska sjúkrahúsverkið skal dagførast fíggjarliga. Samgongan sigur seg vilja fara undir at menna alt heilsuverkið økispsykiatri, Gigni, heilsudeplar, endurvenjingina, kommunulæknatænastuna og Fólkaheilsuráðið sambært samgonguskjalinum. Hóast borgarlig vígsla av samkyndum ikki er nevnd við einum orði í nýggja samgonguskjalinum, verður broytingin í hjúnabandslógini eitt av fyrstu málunum hjá nývalda Løgtinginum at taka støðu til. Sonja Jógvansdóttir, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, fer longu í dag at leggja uppskot fyri Løgtingið um at broyta hjúnabandslógina, segði hon í samrøðu við útvarpið, eftir at tingið var sett. Sonja Jógvansdóttir, sum fekk 1021 atkvøður á løgtingsvalinum 1. september, leggur einsamøll uppskotið um at broyta hjúnabandslógina fyri Løgtingið. Av tí at lógaruppskotið longu verður latið løgtingsskrivstovuni í dag, so verður málið at tryggja samkyndum rættin at giftast borgarliga eitt av allarfyrstu málum hjá nýggja Løgtinginum at viðgera og taka støðu til. Tórður Mikkelsen var í august í Norðurísrael saman við einum føroyskum ferðalagi og hann hevði mikrofonina við. 27 fólk vóru í ferðalagnum og tey búðu við Genesaretvatn og koyrdu í egnum leigubilum. Í sendingini hoyra vit fleiri av teimum. Ferðalagið sigldi á Genesaretvatni og tey ótu tann kenda pætursfiskin. Tey vóru nógvar aðrar áhugaverdar túrar. Millum annað á Golan og í søguligu býunum Nazaret og Jeriko. Ein dag vóru tey eisini suðuri í Jerusalem. Hjúnini, sum eru undir illgruna fyri at hava roynt at smugla 80 kilo av MDMA, eru varðhaldsfongslað til 23. september. Rúsevni vórðu funnin í 14 blikkum, gassfløskum og í reservadekkinum. Sambært myndugleikunum í Íslandi gjørdi samstarv millum løgreglu og tollvaldið í Íslandi og tollvaldið í Føroyum, at hjúnini vórðu tikin, tá tey komu til Íslands úr Hirtshals. Hann kann tó ikki siga, hvør luturin hjá føroyskum tollarum er í stóra íslendska rúsevnismálinum, so leingi íslendska politiið kannar málið. Vilja tit vera við í spurnakappingini, so skulu tit Vera ímillum 10 og 12 ár Fødd í 2003, 2004 ella 2005 Vera tvey børn við sama áhugamáli, til dømis ganga til fótbólt hjá KÍ, eru á estetiska fimleikaliðnum hjá Støkk ella passa gæs. Fyri at vera við í kappingini, skalt tú skriva navn , bústað , føðingardag og ár , telefonnummar og teldupostbústað . Og eina frágreiðing, hví júst tit skulu við í kappingina. Orrusta er spurnakapping í almennari vitan, umframt tríggjar spurningar um júst tykkara frítíðarítriv. Tað ræður um at vera kvikari enn mótstøðuliðið, og tora at fara í orrustu. GG Øll feltini skulu fyllast út Um skipanin heldur, at okkurt er galið, eru tey feltini merkt við reyðum kanti, nøkulunda soleiðis El Ni o er partur av veðurlagsfyribrigdinum ENSO El Ni o Southern Oscillation í tropiska partinum av Kyrrahavinum, og fevnir um broytingar bæði í havinum og luftini. Ein stórur partur av Kyrrahavinum gerst væl heitari tá El Ni o er, og hetta sæst aftur í øktum miðalhita á jørðini. Tann øvugta støðan, við einum kaldari Kyrrahavi, verður nevnd La Ni a. Í sendingini Vitan, fara Osmund Justinussen, Hjálmar Hátún og Hanus Kjølbro, at greiða frá ENSO og tess møguligu ávirkan á veðrið og harvið havumhvørvið kring Føroyar. Osmundur hevur lagt til merkist, at tíðarskeið við máttmiklum El Ni o falla saman við góðum botnfiskiskapi undir Føroyum. Eftir nøkur ár við vánaligum fiskiskapi, fáa bátarnir stóran og feitan tosk mitt í øllum. Er hetta verðuliga so, og hvussu kunnu ENSO og toskaveiða hanga saman El Ni o er sera máttmikil í ár, og tískil verður spennandi at fylgja við gongdini í fiskiskapinum. Í 12 mánaðar skeiðinum 1. august í fjør til 1. august í ár var burðaravlopið 229 og nettotilflytingin 310. Hetta gevur fólkavøkstur á 539. Tað er fyrstu ferð, at vit eru komin upp um 49.000 fólk í Føroyum, skrivar Hagstovan . Spurningurin er nú, um fólkatalið eisini fer at verða oman fyri 49 túsund, tá tølini fyri august verða gjørd upp. Tí júst august er tann avgerandi mánaðurin, tá ung í stórum tali fara av landinum í lestrarørindum. Tá plagar fólkatalið at minka munandi. Um so verður, at august í ár verður áleið sum í fjør, so skuldi fólkatalið kunnað hildið seg oman fyri 49 túsund, eisini tá stóri fráflytingarmánaðurin er farin afturum, skrivar Hagstovan. Føroya sterkasti maður, sum um vikuskiftið gjørdist nummar tvey í stórari altjóða kapping fyri sterkar menn, vísti í Góðan morgun Føroyar aðrar og fyri fleiri ókendar síður av sær, tá hann bæði spæld og sang í útvarpsstovuni. Kringvarpsgjaldið skal í framtíðini krevjast inn yvir skattin, og kringvarpsgjaldið, sum vit kenna tað, fer í søguna, ætlar nýggja landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam. Endamálið er at gera tað bíligari fyri tey lágløntu og pensjónistar, sigur nýtilnevnda landsstýriskvinnan í mentamálum, sigur nýtilnevnda landsstýriskvinnan í mentamálum. Ikki øll vóru eins væl nøgd við tað, sum hendi í Løgtinginum í dag. Andstøðan heldur, at nýggja samgongan gevur nógv føgur lyfti, men at politiskt innihald vantar í samgonguskjalinum. Flyt húsvognin ella kemur politiið eftir tykkum. Tað vóru boðini, 15 húsvognaeigarar í Vágum fingu, sum hava havt húsvognin standandi framvið Kvíandalsvegnum norðanfyri Vatnsoyrar í nógv ár summi í fleiri áratíggju. Fyrsti húsvognaeigarin hevur longu vent tær til Yvirfriðingarnevndina við tí fyri eyga at søkja um loyvi til, at húsvognurin verður standandi við Kvíandalsvegin. Tað er ein stór ábyrgd at vera løgmaður. Tað sigur Aksel V. Johannesen, sum er greiður yvir, at við hægsta embætinum fylgja bæði fyrimunir og vansar. 17 fólk, sum ikki høvdu fastan tingsess í undanfarnu setu, sita nú á Løgtingi. Ein serstakur fundur var fyri nýggju tingfólkini í dag, har tey fingu handað lyklarnar til Løgtingið. Sonja J. Jógvansdóttir, sum fekk 1021 atkvøður á løgtingsvalinum, boðar í nátt frá, at hon ikki longur er partur av tingmanningini hjá Javnaðarflokkinum. Eg havi í kvøld boðað formanninum í Javnaðarflokkinum frá, at eg ikki longur eri partur av tingmanningini hjá Javnaðarflokkinum. Eg stuðli framvegis samgonguni, men tað verður sum leysgangari. Orsøkin til hesa støðu er, at eg sum samkynd ikki kann verða partur av einum politiskum flokki, sum í samgongusamráðingunum hevur blokerað fyri, at borgarlig vígsla hjá samkyndum verður partur av samgonguskjalinum, ella at tað yvirhøvur verður nevnt. Hetta er stórt spell, tí eg veit, at tað eru nógv í Javnaðarflokkinum og í tingmanningini, sum taka undir við borgarligari vígslu av samkyndum, men tíverri eru tað teir fáu, sum rópa harðast sum sleppa at seta dagskránna í flokkinum í hesum máli. Eg kann ikki verða partur av einum flokki, har tað er ein homofobiskur hugburður hjá nøkrum fáum sum ræður, tá tað kemur til rættindini hjá einum minniluta. Sonja Jógvansdóttir skrivar eisini, at hóast hon nú er farin úr Javnaðarflokkinum, so stuðlar hon framvegis samgonguni, tí hon ynskir at hála føroyskan politikk til vinstru. Hóast Sonja Jógvansdóttir framvegis sigur seg styðja samgonguna, so ivast Árni Gregersen í, um samgonguflokkarnir fara at hava álit á einum samgongulimi, sum dagin eftir at løgmaður og landsstýri eru vald, tekur seg burtur úr einum flokki. Ein møguleiki er minnilutastjórn, men tað vænti eg ikki, at vit fáa, tí eingin siðvenja er fyri minnilutastýri í Føroyum, og tað krevur serligt politiskt handverk, sigur Árni Gregersen. Aksel V. Johannesen, løgmaður og formaður í Javnaðarflokkinum, harmast um, at Sonja Jógvansdóttir hevur tikið seg úr Javnaðarflokkinum, men hann telur framvegis 17 fólk í samgonguni, tí Sonja Jógvansdóttir hevur sagt, at hon hevur ikki tikið seg úr samgonguni. Hann heldur uppá, at Javnaðarflokkurin FYRI valið segði, at tað skuldi standa tingfólkum frítt at atkvøða í etiskum málum í í spurninginum um borgarligt hjúnalag, og tað sigur Javnaðarflokkurin eisini EFTIR valið. Danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, gleðir seg til samstarvið við nýggja løgmannin og nýggja landsstýrið í Føroyum. Forsætisráðharrin ynskti í gjár Akseli V. Johannesen tillukku. Politikkurin hjá nýggju samgonguni fer at spara statskassanum milliónir, tí yvirtøkur eru í samgonguskjalinum, og heildarveitingin skal ikki hækka. Sambært avtaluni skal blokkurin prístalsviðgerast í 2016 eisini. Tað hevði givið landskassanum millum níggju og tíggju milliónir krónur í 2016. Eftir nýggjastu uppgerðini hjá Hagstovuni fyri 1. august í ár er fólkatalið 49.179 fólk. Í 12 mánaðar skeiðinum 1. august í fjør til 1. august í ár var burðaravlopið 229 og nettotilflytingin 310. Tí eru vit 539 fólk fleiri. Spurningurin er nú, um fólkatalið eisini fer at verða oman fyri 49.000 túsund, tá tølini fyri august verða gjørd upp. Tí júst august er avgerandi mánaðurin, tá ung í stórum tali fara av landinum í lestrarørindum. Tá plagar fólkatalið at minka munandi. Verður august mánaður í ár verður áleið sum í fjør, so skuldi fólkatalið kunnað hildið seg oman fyri 49.000, eisini tá stóri fráflytingarmánaðurin er farin afturum, skrivar Hagstovan. MEST, sum eigur skipasmiðjuna, sigur, at hetta verður gjørt millum annað fyri at gera turrdokkina áhugaverdar fyri veitingarskip í frálandsvinnuni. Flestu veitingarskipini hava eina Azimut skrúvu framman, sum kann lorast undan botninum niður í brunnin, tá kanningar og sýn verða gjørd. Nú eru skjótt seks ár síðani, fólk fóru at brúka jarðhita í Føroyum. Og nú hava yvir hálvt annað hundrað húsarhald í Føroyum jarðhita. Jarðfeingi skrivar, at í einum føri er íløgan 110.000 krónur Men árliga útreiðslan til hita er minkað 14.500 krónur, so tá átta ár eru farin, er íløgan goldin. Tað er kunngerðin, sum sigur, at nýggja lógin um lønina hjá løgmanni og landsstýrisfólkum kom í gildi í gjár. Lógin varð samtykt á vári í fjør, men gildiskomudagurin skuldi ásetast við kunngerð. Og tann kunngerðin kom so í gjár. Tey, sum nú eru í landsstýrinum, fáa nógv meira í løn enn tey, sum fóru úr landsstýrinum í gjár.Men tey missa aðrar inntøkur og skulu, eins og flestu onnur, rinda til egna eftirløn. Løgmaður fær 17.560 krónur, 30 prosent, meira um mánaðin, og landsstýrisfólkini fáa 14.535 krónur, 29 prosent, meira enn tey fingu eftir gomlu lógini. Løgmaður og landsstýrisfólk fáa somu samsýning at ferðast fyri sum løgtingsfólk fáa, tað er fyri 200 ferðir aftur og fram um árið. Skattafría borðfæið og kostnaðarendurgjøldini fara í søguna, og eftirlønarskipanin fer frá tænastumannaskipan til skipan, har goldið verður inn til egna uppsparing. Og hjá løgmonnum og landsstýrisfólkum, sum fara úr landsstýrinum í løgtingið, verður fráfaringarlønin frá landsstýrinum mótroknað í lønini frá løgtinginum. Sagt varð í lógaruppskotinum, at landskassin fer at spara slakar fýra milliónir krónur um árið við nyggju lønarskipanini. Men í fjør vóru sjey fólk í landsstýrinum, nú eru tey átta. Býráðið í Fuglafirði setur álit sítt á, at goymslutunlarnir, sum nú eru lýstir til sølu, kunnu fíggja ein part av frystibryggjuni, ætlanin er at byggja í býnum. Kommunan lænti átta milliónir krónur frá Norðoya sparikassa til íløgur í ár. Tvær milliónir vóru ætlaðar til frystibryggjuna. Harafturat er brúkt ein millión til arbeiðið. Men býráðið hevur tó samtykt fyrst at taka byggikreditt upp á fimm milliónir krónur, sum so skal gjaldast aftur, tá tunlarnir eru seldir. Eyðun Klakstein gjørdi tað ómøguliga og endurvann FM fyri B36. Í gjár longdi hann sín sáttmála við felagið, og í morgun vitjaði hann í Góðan morgun Føroyar, har hann greiddi frá kappingarárinum, yrkisleiðini uttan fyri fótbóltin og hvat hann annars tekst við. Sonja Jógvansdóttir er farin úr tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum, tí hjúnabandslógin ikki verður nevnd í samgonguskjalinum, men hon styðjar framvegis samgonguna. Eg havi roynt at barst innanhýsis í flokkinum, og tað var óvæntað, at orðingin borgarlig gifta ikki kundi koma í samgonguskjalið, segði Sonja Jógvansdóttir við útvarpið á middegi. Eg taka 100 prosent undir við samgonguni, og eg fari at atkvøða mál ígjøgnum, sum samgongan leggur fram, sigur Sonja Jógvansdóttir. Sambært sær sjálvum hevur hann tó tíð til at venja seg við hetta, tí hann ætlar at vera í starvinum næstu fýra árini, um enn hann hevur fingið eina heldur buldrasliga byrjan. Úrslitið frá hesi kanningini verður væntandi klárt einaferð seinni í ár, men longu nú er formaðurin í Fólkaheilsuráðnum sannførdur um, at úrslitið verður enn betri enn tað, sum sama kanning vísti í 2007. Føroyingar eru sum heild meira tilvitaðir um heilsuna. Vit drekka minni alkohol, færri roykja, og so eru tað alsamt fleiri, ið eitt nú renna ella gera aðrar venjingar í gerandisdegnum. Tí rokni eg við, at føroyingar eru sunnari í dag samanborið við í 2007, sigur Pál Weihe. Beint fyri døgurða sendu limir i SU, sum er ungmannafelagið hjá Javnaðarflokkinum, út tíðindaskriv, har boðað verður frá, at teir ikki longur eru partur av Javnaðarflokkinum. Í skrivinum stendur millum annað Tíverri valdi Javnaðarflokkurin enn eina ferð at boyggja seg fyri teimum, sum ikki vilja, at allir borgarar skulu javnsetast. Enn eina ferð varð politikkurin lagaður eftir snævurskygda hugburðinum hjá nøkrum fáum. Umframt hetta eru vit serstakliga hørm um ta viðferð, Sonja Jógvansdóttir hevur fingið í Javnaðarflokkinum. Tað er fulkomiliga óhoyrt, at ein politikari, sum hevur fingið yvir 1000 persónligar atkvøður, verður settur uttan fyri ávirkan. Tað er at halda veljaran fyri gjøldur. Vit vóru vónrík valnáttina og sóu fyri okkum, at nú var tíðin endiliga komin, har homofobarnir høvdu mist takið. Men vit síggja í dag, at so er tíverri ikki, siga tey fýra fólkini, sum hava tikið seg úr SU. Teirra millum er forkvinnan. Oda Kjartansdóttir Strøm, sum sjálv stillaði upp á javnaðarlistanum til løgtingsvalið. Hon vildi ikki vera við í tíðindasendingini í útvarpinum á døgverða í dag. Tað er ikki so løgið, at broytingin í hjúnabandslógini ikki er tikin við í samgonguskjalið. Tí hon er ikki nevnd í valskránni hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi. Sambært Akseli V. Johannesen, løgmanni, hevur Samgongan enn 17 limir, men hóast Sonja Jógvansdóttir sigur, at hon stuðlar samgonguni, so er samgongan komin í minniluta. Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, heldur at hendingin við Sonju Jógvansdóttir sendir eitt keðiligt tekin um nýggju samgonguna, men hann heldur, at samgongan framvegis er trygg. Viktoria skuldi gera seg til reiðar til valið, og fyri at veljarar skuldu minnast eyka væl til hennara, gjørdi hon ein sang, og valdagin vóru børn, ið dugdu at syngja valsangin hjá Viktoriu. Fiskurin, sum lá óinnpakkaður í lastini á trolaranum Ran, er seldur sum minkafóður fyri tvær krónur og 5 oyru kilo. Talan er um 70 tons tilsamans Hetta málið hevur einki við góðsku at gera. Hetta snýr seg um kvotur, og hvør skal fiska tosk á Flemmish Cap. Tað er har, ið málið byrjar, sigur hann Hann leggur aftrat, at her er talan um ráðagerð úr Klaksvík. Blaðið Norðlýsið kom umborð og tók myndir av fiskinum í lastini. Og tað fekk Heilsufrøðiligu Starvsstovuna í Havn at leypa framav og kolldøma fiskin í lastini, sigur Hans Andrias Kelduberg. Fiskurin var stórur og passaði ikki í frystarnar. Tí varð gjørt av at frysta fiskin í sjálvari lastini. Tað varð gjørt allan túrin. Hetta var gjørt á tann hátt, at fiskurin varð lagdur á eina presending. Tá so fiskurin varð frystur, varð hann koyrdur í eina krubbu í lastini. Tí varð fiskurin ongantíð pakkaður. Heilsufrøðiliga Starvsstova staðfesti á eftirlitsvitjan í Klaksvík 2. apríl og 7. apríl í fjør, at fiskurin var ikki egnaður til matna. Thor kærdi avgerðina hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni til Vinnukærunevndina, men Vinnukærunevndin gav Heilsufrøðiligu Starvsstovuni viðhald. Í sendingini hoyra vit Keith Jarrett Trio spæla standardar av live plátuni Tribute frá ECM Records 1990. Arnold Ludvig leggur til rættis. Tjóðveldi hevur enn onga støðu til, um Sonja Jógvansdóttir skal hava tilboð um at koma upp í flokkin, sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi. Men hvørki Poul Michelsen ella Høgni Hoydal, formenn í flokkunum báðum, vilja siga, at tað var Javnaðarflokkurin sum forðaði fyri, at hjúnabandslógin bleiv nevnd í samgonguskjalinum. At styrkja Samhaldsfasta kann verða við til at minka um trupulleikan við forskattingini av privata eftirlønargjaldinum. Tí Samhaldsfasti verður ikki forskattaður, sigur Eyðgunn Samuelsen. Kuldakrákan er barnagenta hjá mostur sínari og ansar eggunum, sum hon skal leggja væl til rættis. Men eggini vilja ikki sum hon. Hjálp henni at stápla eggini tú kanst nýta pílatastirnar at venda pakkunum tá teir koma niður. Tað verður Sámal Erik Hentze, sum frá komandi ári skal standa á odda fyri besta liðnum hjá Víkingi. Sáttmáli er gjørdur fyri komandi kappingarár, skrivar Víkingur í kvøld. Víkingur hevur undir Sigfríði Clementsen vunnið steypakappingina fýra ferðir. Felagið hevur eisini spælt seg víðari í evropeiskum kappingum. Men enn er felagið ikki endað hægri enn á einum triðja plássi í landskappingini. Sámal Erik Hentze skal nú royna at fáa Víking heilt upp í toppin í føroyskum fótbólti. Sum skilst fer Víkingur eisini at styrkja leikarahópin. Hans Pauli Samuelsen, B36, váttaði fyrr í dag fyri Norðlýsinum , at hann í løtuni tosar við Víking um sáttmála. Kuldakrákan ætlar sær ein flúgvitúr, men tað er ikki bara sum at siga tað at flúgva í Føroyum. Her eru bæði fjøll, illveðursskíggj og aðrir fuglar fyri. Tú kanst hjálpa Kuldakrákuni við at trýsta á millumrúms knøttin, tá tú vilt at hon skal flúgva uppeftir. Nógv tingfólk fáa fleiri enn tann eina nevndarsessin, tí tingið hevur sjey fastar nevndir. Í øllum nevndum uttan Landsstýrismálanevndini eru sjey fólk og sjey tiltaksfólk. 12 fólk hava søkt størvini sum annaðhvørt verkætlanarleiðari ella at samskipa Fargen verkætlanina. Freistin at søkja var úti mánadagin. Fýra hava søkt starvið sum verkætlanarleiðari. Hann skal standa fyri at fremja arbeiðið at menna ein infrastruktur fyri genomanalysu í Føroyum. Átta hava søkt tíðaravmarkaða hálvtíðarstarvið sum samskipari til Fargen verkætlanina. Samskiparin skal standa fyri arbeiðinum at kunna um Fargen verkætlanina, og at útvega fólk at vera við í verkætlanini. Guðrið Andorsdóttir, stjóri í Ílegusavninum, sigur, at tey ætla at bera skjótt at, og hon væntar at størvini verða sett um einar 14 dagar. Men nú upplýsir Strandferðslan, at Ternan krevur størri umvælingar enn mett varð. Tí fer Jósup at sigla um Nólsoyarfjørð eina tíð afturat, í hvussu so er í næstu viku afturat. Íløgur og avdráttir eru ikki við í uppskotinum, sum umsitingin hjá kommununi hevur gjørt og Fíggjarnevndin hevur lagt fyri býráðið. Jonna og Elin elska at vitja børn Skriva til tær og lova teimum við til okkurt, tú heldur vera ordliga stuttligt og spennandi. Tær gleða seg til tú skrivar Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, kunngjørdi fyri løtu síðani, at Annika Olsen hevur boðað frá, at hon nú er partur av tingmanningini hjá Framsókn. Tað hevur ligið á ljóði, síðani Annika Olsen herfyri tók seg burtur úr Fólkaflokkinum, at hon var á veg upp í Framsókn, og tað varð so staðfest á tingfundinum fyri løtu síðani. Sonja Jógvansdóttir tók seg úr Javnaðarflokkinum í gjár, men hon hevur gjørt greitt, at hon framvegis styðjar landsstýrissamgonguna. At Annika Olsen er farin upp í Framsókn, og harvið er partur av samgonguni, hevur týdning fyri nevndarvalið í løgtinginum. Tað ljóðar, at hon skal vera formaður í fíggjarnevndini. Umframt samgonguflokkarnar eru Nýtt Sjálvstýri og Sonja Jógvansdóttir eisini við í valbólkinum hjá samgonguni. Hesin valbólkurin hevur 20 sessir í tinginum. Jógvan Skorheim ætlaði bæði at vera borgarstjóri í Klaksvík og løgtingsmaður samstundis, men tað vildi býráðið ikki. Hann mátti velja annað starvið. Jógvan Skorheim hevur avgjørt at halda fram sum borgarstjóri, og í dag bað hann tingið um farloyvi. Næsti maður á listanum hjá Nýggjum Sjálvstýri er Bárður Kass Nielsen, og hann hevur longu tikið sæti á tingi. Magni Arge hevur eisini biðið um farloyvi úr tinginum. Hann røkir frammanundan fólkatingsessin hjá Tjóðveldi, men ein regla í Tjóðveldi sigur, at tú kanst ikki bæði vera løgtingsmaður og fólkatingsmaður í senn. Magni Arge fer í farloyvi úr løgtinginum mánadagin, og tá tekur Ingolf S. Olsen sæti á tingi fyri hann. Í Samband við Vísindavøkuna fer Jákup Reinert Hansen at halda tríggjar fyrilestrar, á Toftum, í Kollafirði og í Vági undir heitinum Hin kristiligi barnalærdómurin Katekismus undirvísing í Føroyum. Við støði í 1700 talinum verður spurt, hvat børn og ung í Føroyum skuldu læra og um tey so eisini dugdu tað. Tað eru serstakliga nógvir fyrilestrar hetta árið, sum fevna sera víða, so her er nakað fyri øll, sigur Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum. Er okkurt spennandi, sum vit og øll børnini í Føroyum áttu at vita. Tað kann vera ein lega, ein framsýning, ein konsert, ein verkætlan í skúlanum ella okkurt heilt annað. Fyll teigarnar út og sig okkum frá. Og vil Henrik Old hava frágreiðingina, sum undanmaður hansara, Jørgen Niclasen, bað um, so fær hann frágreiðingina, sigur Teitur Samuelsen, stjóri í partafelagnum. Fíggjarmálaráðið bað um frágreiðing um avgerðina hjá felagnum um at lata norskari fyritøku, Norconsult, arbeiði, sum føroyska vinnan sigur saktans kundi verið gjørt í Føroyum. Nú í vikuni fara fólk vestan fyri Skálafjørðin at kunna síggja, hvar tunnilsmunnin verður teirra megin fjørðin, tí nú fara maskinur at grava sunnan fyri kirkjuna við Sjógv fyri at vita, hvussu djúpt er niður á helluna. Kuldakrákan er farin at spæla pong móti einari aðrari kráku. Kanst tú hjálpa henni Flyt músina upp og niður, soleiðis at Kuldakrákan fangar bóltarnar, ið koma frá hinari síðuni av vøllinum. Seinastu mánaðirnar hava vit fleiri ferðir fingið áheitanir frá kommununum um, at drekkivatnið er dálkað, og mælt verður til, at borgarar kóka drekkivatnið í eina tíð. Tað kunnu ganga seyðir, neyt og onnur djór tætt við vatngoymsluna, og tá kunnu eitt nú tarmbakteriur frá djórunum lættliga endað í vatninum og harvið dálkað okkara drekkivatn. Eisini kunnu fólk finna upp á ta tjalda heilt tætt við vatngoymsluna og síðani gera burtur av sær á staðnum, sigur Elspa Danielsen. Koma bakteriur í vatngoymsluna dagin eftir, at kanningin er gjørd, so er vatnið tíverri dálkað í næstan ein mánað, sigur Elspa Danielsen, sum heldur, at tað hevði bøtt um trupulleikan, um vatngoymslurnar vóru meira avbyrgdar. Um innleggingarnar av vatnið vóru hegnaðar inni, høvdu vit ikki havt trupulleikan við dálkaðum vatni eins ofta og í dag, heldur Elspa Danielsen fyri. Nýggi fíggjarmálaráðharrin sigur seg tó fara at lurta eftir øllum góðum ráðum eisini um Jørgen Niclasen skuldi komið við teimum. Hon hevði sín fyrsta arbeiðsdag í gjár og veit longu nú, at hon fær úr at gera. Kuldakrákan er so køld og hon vil so fegin hava ein kopp av kakao, men aðrar krákur royna at forða henni. Kanst tú hjálpa henni at fáa fatur á koppinum Brúka músina at stýra við, og minst til, ikki at røra við hinar krákurnar, tí so er spælið úti. Kuldakrákan hevur veruliga fingið luft undir veingirnar, og roynir seg við at skumpa kassar av hillunum millum skýggja. Nýt músina til at hála í krákuna, ið situr í sleingibandinum, sikta móti kassunum og slepp. Skjótt fer kanska at bera til at fara í skúla ella til arbeiðis í Havn klokkan átta á morgni og kortini sova í Suðuroynni hvørja nátt. Fyribils verður ikki talan um fleiri túrar, men at fáa sum mest burtur úr tí túratali, sum longu er, sigur Hilmar Eliasen stjóri á Strandfaraskipum landsins, sum bjóðaði til almennan fund í gjárkvøldið um Suðuroyarsiglingina. Kuldakrákan elskar kakao, og enn betur er, tá skúmgæti er í. Tá fiskar hon helst skúmið upp beinan vegin og etur tað sjálvt um tað er eitt sindur snýt. Hjálp Kuldakrákuni at fáa fatur á skúmgætinum við at nýta pílaknøttarnar. Kuldakrákan er farin í vatnkríggj, men hevur brúk fyri tínari hjálp til at sikta. Peika á krákurnar sum koma fram og trýst á músaknøttin. Minst til at gera nýggjar vatnballónir, tá ongar eru eftir. Landið eigur ein triðing av partabrøvunum í BankNordik, og Fíggingargrunnurin umsitur ognina hjá landinum, sum er størsti einstaki partaeigari í bankanum. Nýggj nevnd varð vald í vár, og í gjár tók nevndin avgerð um at loysa Janus Petersen, forstjóra úr starvinum, og at seta Árna Ellefsen, kredittstjóra, sum stjóra. Nevndin og Janus Petersen vóru ikki samd um tað sum er sett út í kortið, og tí skal ein nýggjur stjóri finnast, segði Stine Bosse, forkvinna í nevndini fyri BankNordik. Í sendingini, ið tú kanst hoyra her, tosa vit við Josefine Aaen, Maritu Dalsgaard, Kristionnu Winther Poulsen, Tórhildur Ólavsdóttir, Eyðun Andreassen, Súsonnu Tórgarð, Jákup Veyhe, Albert Isfeld, Hera Joensen, John Storg rd, og Rigmor Dam. Tað dregur út at manna nevndarsessirnar í løgtinginum, og tingfundurin, sum skuldi takast uppaftur klokkan 14, er nú útsettur til klokkan 16. Kringvarpið skilir, at andstøðan hevur mannað sínar sessir, men valbólkurin hjá samgonguni, Nýggjum Sjálvstýri og Sonju Jógvansdóttir er ikki liðugur við sítt nevndarbýti. Nýtt Sjálvstýri fór í valbólk saman við samgonguflokkunum og Sonju Jógvansdóttir, sum er uttanflokka, eftir at hon tók seg úr Javnaðarflokkinum. Gomlu samgonguflokkarnir, Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Miðflokkurin eru í andstøðu, og teir fáa ongan formanssess í tingnevndunum. Ein politiskur flokkur, sum stillar upp til val, eigur at fáa so stóra ávirkan sum gjørligt, og tí hava vit skyldu til at fáa so gott nevndarbýti sum tilber, tá vit ikki eru í samgongu. Tað sigur Kári P. Højgaard í Nýggjum Sjálvstýri, nú flokkurin hevur gjørt valbólk saman við samgonguni at velja nevndarsessir í tinginum. Hann heldur ikki, at valbólkurin fer at gera tað trupult at reka andstøðupolitikk, tí Sjálvstýrisflokkurin var í líknandi støðu frá 2004 til 2008, tá flokkurin eisini fór í valbólk við samgonguni, sum tá sat. Løgtingið valdi seinnapartin tingnevndirnar. Valbólkurin hjá samgonguni, sum telur 20 tingfólk, hevur fingið allar formanssessirnar. Roknað verður við, at millum 13 og 31 milliónir tunnur av olju eru í brunninum, og tað er ein lítil fundur, sigur Niels Sørensen, stjóri fyri Føroya Kolvetni í Føroyum. Framsókn vann telvingina, tá løgtingsnevndirnar vórðu mannaðar í dag. Og taparin gjørdist ein av vinnarunum á løgtingsvalinum, Sonja Jógvansdóttir. Atkvøðuslúkurin hjá Javnaðarflokkinum hevur seinastu dagarnar bæði sagt frá sær ein landsstýrissess og flokkin, hon varð vald fyri. Í gjár var hon úti í kuldanum, og í dag er hon inni í hitanum. Og ikki nógv mikið við tí. Annika Olsen er farin í Framsókn og verður eftir øllum at døma eisini forkvinna í Fíggjarnevndini. Tað váttaði hon i kvøld. Jørgen Niclasen lovar ikki at seta Kristinu Háfoss alt ov nógvar spurningar í tinginum. Rigmor Dam lovar at byggja á tað, Bjørn Kalsø hevur sett í verk. Meðan Høgni Hoydal er vælkomin at ringja og spyrja seg til ráðs hjá Jacob Vestergaard. Nýggja Sjálvstýri tók seg annars úr samgongusamráðingunum. Men flokkurin velur at stuðla samgonguni afturfyri, at flokkurin fekk formanssessin í Landsstýrismálanevndini og sæti í Útnorðurráðnum. Árni Ellefsen, sum mikudagin gjørdist forstjóri í BankNordik fyribils, tí Janus Petersen varð koyrdur, er eitt gott boð upp á nýggjan forstjóra í bankanum. Men, sigur hon, Árni Ellefsen hevur ein góðan profil. Forstjórin skal sjálvandi kenna fíggjargeiran, men eisini hava antin beinleiðis ella óbeinleiðis tilknýti til Føroya. Í gjár væntaði FinansWatch, at Spar Nord í lborg hevur hug á donsku vinnulánunum hjá BankNordik, tey eru hálvonnur milliard krónur. Kára P. Højgaard í Nýggjum sjálvstýri hevur spurt landsstýriskvinnuna í kommunumálum, um ikki allir borgarstjórar eiga at vera javnsettir. Tingmaðurin undrast á, at til dømis borgarstjórin í størstu kommununi sleppur at vera bæði borgarstjóri og løgtingsmaður, men tað sleppur borgarstjórin í næststørstu kommununi ikki. Kári P. Højgaard spyr eisini Sirið Stenberg, um hon ætlar at broyta kommunustýrislógina, so borgarstjórar, settir fulla tíð, ikki samstundis kunnu vera í løgtinginum. Spurnartekin kann setast við avgerðina hjá einum býráði um, at borgarstjórin skal velja millum at vera borgarstjóri ella tingfólk ella borgarstjórin kann vera bæði í senn. Mannagongdin eigur at vera so greið, at eingin kann ivast í, um avgerðin hjá kommunustýrinum byggir á vælvilja ella illvilja móti borgarstjóranum, ella um politisk motiv eru fyri avgerðini. Føroya lærarafelag hevur fingið nýggjan nevndarlim, nú næstformaðurin, Jónleif Johannesen, er vorðin løgtingsmaður og hevur biðið um farloyvi úr nevndini til næsta aðalfund, tá hann stendur fyri vali. Rúni Joensen var aðalstjóri í Innlendismálaráðnum, tá ið ráðið varð niðurlagt í 2013. Hann hevur seinastu árini arbeitt sum ráðgevi í Vinnumálaráðnum. Rúni Joensen er 56 ára gamal. Hann er útbúgvin løgfrøðingur, og hevur arbeitt sum aðalstjóri í landsfyrisitingini frá 2002 til 2013. Útflutningurin av alilaksi er eitt vet minni í ár. Í sjey mánaðir er aldur laksur fyri hálva aðru milliard krónur seldur úr Føroyum. Tá skipar Starvsmannafelagið fyri fundi um whistleblowing, sum er altjóða orðið um tað, tá fólk gera vart við slíkt, sum tey ikki halda ruggar rætt, tí samvitska teirra krevur, at tey avdúka skeivkleikar. Á fundinum heldur Hans Petur Joensen fyrilestur. Hans Petur Joensen var fíggjarleiðari hjá Strandfaraskipum landsins, men misti starvið, tí hann vendi sær beinleiðis til Fíggjarnevndina hjá løgtinginum við upplýsingum um fíggjarstøðuna hjá stovninum. Í vár feldi samgongan, sum tá var, eitt uppskot til samtyktar hjá Tjóðveldi um varskógvaraskipan hjá fólki, sum arbeiða hjá landi ella kommunum. Starvsfólk hava longu sum er bæði rætt og skyldu at boða frá, halda tey okkurt vera, sum ikki ruggar rætt á arbeiðsplássinum, segði samgongan. Og starvsfólk hava nógvar møguleikar til tess. Tey kunnu skriva til Løgtingsins umboðsmann ella Landsgrannskoðaran, venda sær til fakfelagið, fáa ein journalist at biðja um alment innlit ella tingfólk at seta fyrispurning í løgtinginum, segði samgongan tá. Blaðið spurdi í gjár øll 33 tingfólkini, hvørja støðu tey hava til lógaruuppskot, sum broytir hjúnarbandslógina til eisini at umfata borgarliga vígslu millum tvey av sama kyni. 16 tinglimir siga seg vera fyri, 11 eru ímóti og seks tinglimir hava annaðhvørt ikki tikið støðu, ella vilja ikki svara spurninginum. Tá løgtingið hevði sín fyrsta fund týsdagin boðaði Sonja Jógvansdóttir, sum tá var løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, frá, at hon beinan vegin tann dagin fór at lata løgtingsskrivstovuni lógaruppskot um at broyta hjúnarbandslógina. Sonja Jógvansdóttir, sum nú er uttanflokkatingkvinna, sigur við útvarpið, at hon fyribils hevur valt at bíða við at leggja uppskotið fram. Hon vil hava onnur løgtingsfólk til at leggja tað fram saman við sær, sigur hon. Helvtin av skipatonssatalinum í Vestmanna, fórst undir Seinna Verðaldarbardaga, og saman við teimum fórust 16 mans. Í hesum døgum eru vestmannadagar í Vestmanna, og í hesum sambandi er ein myndaframsýning í Miðhøllini í skúlanum, har greitt verður frá skipunum, og monnum, sum fórust undir Seinna Verðaldarbardaga. Jákup í Gerðinum greiðir frá. Longu annan dagin kom hann í samband við eitt húskið, sum var illa statt. Eivind tykti synd í fýra børnunum, sum høvdu mist foreldrini. So hann varð verandi og kundi ikki hugsa sær annað lív. Hann heldur hinduismuna vera góða religión, men tá hann er í templinum, so biður hann Faðir vár. Á valkvøldinum fortaldi Høgni Hoydal í sjónvarpinum, at hann hevði verið sjúkur undir valstríðnum. Tí hevði hann ikki verið eins væl upplagdur sum til fólkatingsvalið. Í morgun greiddi Høgni frá, at hann ein dagin brádliga misti balansuna og sá dupult. Enn er ógreitt, akkurát hvat hendi. Møguliga ógvuslig strongd, møguliga ein farandi blóðtøppur. Høgni Hoydal fær í dag fyribyrgjandi heilivág, og so roynir hann at fara betri við sær sjálvum. Millum annað er hann givin at roykja. Sjónbandalagið vísir tríggjar ógvusligar neyðtøkur, ið eru gjørdar í einum beinleiðis og ráum tóna, og er avgjørt ikki fyri sartar sálir. Tað er heldur ikki meiningin. Hetta skrivar Metroexpress á heimasíðu teirra. Lady Gaga kennir sjálv til neyðtøku. Hon var 19 ára gomul, tá hon varð neyðtikin frá einum innan tónleikagreinina. Tað greiddi hon frá í einari samrøðu í The Howard Stern Show í fjør. Slíkt hendir hvønn dag. Tað er ræðuligt og tragiskt. Tað ávirkaði meg ikki so nógv beint efitr, at tað var hent, men fýra fimm ár seinni ávirkaði tað hana nógv, segði Lady Gaga. SU heldur, at hjúnabandslógin skal broytast, og felagið fegnast um, at ein stórur meiriluti av Javnaðarflokkinum eisini vil broyta hjúnabandslógina. Í yvirlýsing fyrrapartin sigur SU seg tó ásanna, at tað eru bæði fyrimunir og vansar við at gera hjúnabandsmálið til eitt samgongumál. Men fyri okkum hevur tað størstan týdning, at málið verður avgreitt sum skjótast, so samkynd kunnu fáa somu borgarligu rættindi sum onnur. Vit mongu, sum eru virkin í SU, fara nú at leggja alla orku í týdningarmikla politikkmenning, eitt nú við at leggja okkara fólkavaldu umboðum lag á í mun til tey mál og evnir, sum viðkoma Føroya ungdómi, sigur ungmannafelagið hjá Javnaðarflokkinum. Mikudagin boðaðu forkvinnan í SU, Oda Strøm, og kassameistarin, Barbara Gaardlykke Apol, frá, at tey tóku seg úr Javnaðarflokkinum. Harafturímóti vaks innflutningurin av rávøru til fiskavirking við 52 prosentum, og innflutningurin av bilum vaks við 21 prosentum, vísir uppgerðin hjá Hagstovuni. Men javnstøða er tó enn ikki í kynsbýtinum á tingi, hóast kvinnuumboðanin er tann mesta nakrantíð. Bert ein kvinna situr á tingi fyri andstøðuna, og samlaða kvinnuumboðanin er 33,3 prosent. Tí er arbeiðssetingurin hjá Demokratia, um at fáa javnari kynsumboðan í politkkki, ikki rokkin enn, sigur Tobjørn Jacobsen, formaður í Demokratia. Tað varð úrslitið, nú Magnus Heinason var sína árligu kanningarferð á Føroya banka. Í september í fjør fekk Magnus Heinason 44 toskar á bankanum. Tveir dagar eftir valið brast fyrsta bumban. Annika Olsen, við sínum næstan 1000 atkvøðum, meldaði seg úr Fólkaflokkinum, sum knappliga bert taldi fimm tinglimir. Men hon var ikki einasti avhopparin, vísti tað seg. Dagin eftir, at samgongan var skipað, valdi Sonja Jógvansdóttir at fara úr Javnaðarflokkinum, tí hjúnabandslógin ikki er nevnd í samgonguskjalinum. Hetta gjørdi Annika Olsen sær dælt av. Í gjár gjørdist Annika Olsen framsóknarkvinna og fekk maktfullasta nevndarsessin í Løgtinginum, tá hon gjørdist forkvinna í fíggjarnevndini. Í kvøld fara Torbjørn Jacobsen, Jóannes Eidesgaard og Bjarni Djurholm at viðgera politiska ruðuleikan seinastu vikunar. Tað er beint eftir Dag og Viku. Danska National Center for Miljø og Energi við lærda háskúlan í Aarhus hevur kannað brenniovnar í húsum, háhúsum og kolonihavum í Keypmannahavn og á Frederiskberg, og útlátið av bitlum og køvingarsúrevnum er munandi minni enn hildið. Samanborið við útrokningar frá 2010, vísa nýggj tøl, at útlátið frá brennovnum er 77 prosent minni tá talan er um køvingarsúrevni og 78 prosent, tá talan er um bitlar. Nýggju útrokningarnar eru gjørdar við støði í uppgerð yvir talið av brenniovnum, sum skorsteinssóparar í Keypmannahavnar kommunu hava gjørt, og dátu frá samrøðum við ávíst tal av teimum, sum eiga brenniovn. Millum annað varð spurt um, hvussu gamal brenniovunurin er og hvussu ofta hann verður brúktur. Tróndur Húsgarð fór úr student og valdi eina heldur alternativa leið. Í samrøðuni greiðir Tróndur frá, orsøkina handan hansara avgerð, og annars hvussu hansara gerandisdagur sær út Panelið er afturvendandi táttur í RøddinLive. Tey, sum manna panelið eru Barbara Maria Lamhauge, Jóhanna Niclasen og Bjartur Sigmundarson Seinastu árini hevur nógv kjak verið um flóttafólka streymin, sum hevur herjað á seinastu tíðina. Men hvussu skulu vit í Føroyum fyrihalda okkum til støðuna Rani og Steingrímur hava sítt boð uppá, hvussu vit í Føroyum skulu hjálpa. Tórbjørn Mikkelsen og Eyðvarður Mohr eru nýggir vertir í RøddinLive. Gleðið tykkum til nakrar feitar sendingar komandi tíðina. Her er tann fyrsta. Fólk á gøtuni vóru heldur ófarin, men ikki so skeptisk, tá spurningar, ið als ikki eru sannir, vórðu spurdir hoyr sjálv ur ljóðbrotið Tað var rokaligt á markinum millum Slovenia og Kroatia í gjárkvøldið. Politiið í Slovenia brúkti táragass móti flóttafólki, sum vóru savnaðir við Marmica marknaliðið millum londini bæði. Hetta hendi tá flóttafólkini, sum vóru fleiri hundrað í tali, royndu at troðka seg framvið politistunum fyri at sleppa inn í Slovenia. Millum flóttafólkini vóru eisini børn. Samanbrestirnir vóru fáar tímar eftir at stjórnin í Slovenia boðaði frá, at hon umhugsar at gera eina sonevnda trygga landgeil, sum flóttafólkini kunnu ganga ígjøgnum. Fleiri av flóttafólkunum ætla sær ikki at vera verandi í Slovenia, men vilja víðari til Eysturríki og Italia. Yvir 1000 flóttafólk vórðu skrásett í Slovenia í gjár. Í Kroatia bíða fleiri hundrað flóttafólk at sleppa inn í landið. Í gjár komu nógv flóttafólk til Kroatia. So nógv, at myndugleikarnir avgjørdu at lata teimum bussar, sum kundu koyra tey til markið til Ungarn. Tað verður longri og longri millum tey fólkini, sum hvønn sunnudag seta seg á beinkirnar í føroysku fólkakirkjuni, sambært tølum hjá Hagstovu Føroya . Í øllum førum um hugt verður at talinum á fólki, sum eru limir í fólkakirkjuni í Føroyum. Seinastu 15 árini hevur gongdin bert verið ein veg. Í 2000 vóru 84,3 prosent av øllum føroyingum limir í fólkakirkjuni. Nú er talið komið niður á 81,6 prosent. Sostatt er talan um eina minking uppá 2,7 prosent seinastu 15 árini, um hugt verður at miðaltølunum fyri alt landið. Tað er tó munur á teimum ymisku prestagjøldunum í landinum. Størsta afturgongdin hevur verið í Sjóvar prestagjaldi. Har eru 4,5 prosent færri limir í fólkakirkjuni nú í mun til 2000. Minsta afturgongdin seinastu 15 árini hevur hinvegin verið í prestagjaldinum í Nesi. Har var minkingin 1,5 prosent frá 2000 til ársbyrjanina í ár. Tølini siga tó einki um orsøkina til at færri limir eru í føroysku fólkakirkjuni. Tí ber ikki til at siga, um tað er tí at føroyingar tilvitað melda seg úr fólkakirkjuni, ella um orsøkin er ein onnur. Um hugt verður at teimum einstøku prestagjøldunum, hevur fólkakirkjan best undirtøku í Vágum. Í Vága prestagjaldi eru 91,7 prosent av fólkinum limir í fólkakirkjuni. Verri er tó statt í Norðoyggjum. Har eru til samanberingar bert 63,7 prosent av fólkunum limir í fólkakirkjuni, sambært nýggjastu tølunum hjá Hagstovu Føroya. Eg varð ótrúliga skelkaður, sigur Carl August Arge, útróðrarmaður, sum fríggjakvøldið næstan varð niðursigldur av Sam Simon skipinum hjá Sea Shepherd. Carl August Arge hevur meldað hendingina, og hevur eisini roynt at funnið sjónaváttar til hendingina. Politiið hevur avhoyrt fleiri fólk, sum vóru vitni til hendingina úti í Nólsoyarfirði í gjár, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn. Nýggja, tøkniliga menningin hevur við sær, at nærum eingin tørvur longur er á tænastuni at avgreiða skipssamrøður, skrivar MRCC á heimasíðuni. Meðan Tórshavn Radio áður hevði tvey vaktarsett fólk, ið tóku sær av at avgreiða samrøður frá skipunum, er tað talið minkað niður í nærum einki. Neyð og trygdartænastan kemur tó at halda fram, eins og tøkniligi møguleikin at stilla samrøður um frá skipum til telefonir á landi eisini verður varðveittur, skrivar MRCC. Longu nú er eftirlit sett í verk í Torne , sum er innast í Botnisku Víkini, siga myndugleikarnir í býnum. Innanríkisráðið í Helsinki boðar frá, at frá týsdegnum verður eftirlitið hert. Fría týsdegnum fer politiið at gera stakroyndir við kravi um samleikaprógv frá teimum, sum ferðast um markið. Og øll sum fara um markið í Torne verða kannað av politinum, sigur innanríkisráðið. Flóttafólk og gestaarbeiðarar sleppa ikki longur yvir um markið í Torne uttan at laa seg skráseta sum ein, ið søkir um friðskjól. Yvir 11.000 flóttar og útlendingar hava søkt um friðskjól í Finlandi higartil í ár. Flestu teirra eru úr Irak. Í fjør komu 3.600 flóttar og gestaarbeiðarar. Í dag savnaðust fleiri hundrað mótmælisfólk í Torne , har tey kravdu, at markið verður stongt. Tað kunnu vera fleiri orsøkir til at alsamt færri føroyingar eru limir í føroysku fólkakirkjuni, sigur Jákup Reinert Hansen, lektari í kirkjusøgu. Vit hava spurt Jógvan Fríðriksson, biskup, um minkandi talið á limum í fólkakirkjuni, men hann vil ikki gera viðmerkingar til málið í dag. Trý stjórnarráð í landsfyrisitingini hava broytt navn. Hetta er gjørt fyri at nøvnini skulu samsvara meira við arbeiðsuppgávurnar hjá nýggju landsstýrisfólkunum. Í gjár lýsti løgmaður málsøkjabýtið í kunngerð. Har er greitt, at nýggja ráðið, ið higartil hevur verið nevnt Innlendismálaráðið, eitur nú Samferðslumálaráðið. Henrik Old er landsstýrismaður í samferðslumálum. Heilsumálaráðið broytir eisini navn. Tað eitur nú Heilsu og innlendismálaráðið. Sirið Stenberg er sostatt landsstýriskvinna í heilsu og innlendismálum. Uttanríkismál eru flutt av Løgmansskrivstovuni í Vinnumálaráðið. Tískil verður nýggja heitið Uttanríkis og vinnumálaráðið. Poul Michelsen er landsstýrismaður í uttanríkis og vinnumálum. Alt bendir á, at vinstrahalli flokkurin Syriza hjá Alexis Tsipras, forsætisráðharra, fer at varðveita stjórnarvaldið í Grikkalandi eftir valið í dag. Einki verður at frætta aftur um valið, fyrr enn kanningar verða gjørdar á valstøðunum í kvøld, tí í Grikkalandi er ikki loyvt at gera veljarakanningar dagin fyri valið. Seinastu vikurnar hava Syriza og konservativi andstøðuflokkurin, Nýtt demokrati, róð borð um borð í veljarakanningunum, men eru tær seinastu kanningarnar eftirfarandi, varðveitir Tsipras stjórnarvaldið. Hóast Syriza vinnur valið, fær flokkurin neyvan avgjørdan meiriluta í tinginum. Tí noyðist Tsipras helst at samstarva við aðrar flokkar. Politiskir eygleiðarar í Athen gita, at hann fer at samstarva við sosialistiska flokkin, Pasok, og miðflokkin, Potami. Tsipras hevur víst aftur at samstarva við Nýtt demokrati. Sama, hvør samgongan verður, verður tað ein herskin biti hjá viðhaldsfólkunum, tí bæði Pasok og Nýtt demokrati verða lagdir undir at hava ábyrgdina av búskaparliga óskilinum í Grikkalandi í mong ár. Á valinum í januar vann Syriza stórsigur, tí Tsipras lovaði veljarunum, at nú skuldi støðan broytast. Men endin varð, at forsætisráðharrin noyddist at skriva undir triðju lánsavtaluna um tilsamans 642 milliardir krónur, til tess at forða fyri, at Grikkaland skuldi fara av knóranum og burtur úr evrusamstarvinum. Ein fólkaatkvøða var um nýggju lánsavtaluna, og hon vísti, at grikkar søgdu kortanei. Kortini skrivaði Tsipras undir avtaluna, og tað hevði við sær, at Syriza fór í tvíningar, og tey, sum tóku seg úr flokkinum, stovnaðu nýggjan flokk. Hóast grønlendingar í Danmark eru nógv verri fyri sosialt enn danir, ætlar Karen Ellemann, ráðharri í almannamálum, ikki at brúka meiri pening at broyta støðuna. Ein kanning, sum Granskingarstovnurin fyri vælferð í Danmark, SFI, hevur gjørt, vísir, at bara 35 prosent av øllum grønlendingum millum 25 og 60 ár hava arbeiði. Hetta er størsta kanning av sínum slag. Viðurskiftini hjá 14.000 grønlendingum, eldri enn 18 ár, sum búgva í Danmark, eru kannaðir í meiri enn 10 ár. Karen Ellemann vísir á, at í løtuni er eitt átak millum grønlendingar í Danmark. Tað endar næsta ár, og ráðharrin vil síggja úrslitið av tí fyrst. Grønlendingahúsini í Danmark hava eisini fingið játtaðar átta milliónir krónur, sum skulu hjálpa grønlendingum, sum koma til Danmarkar, sigur Karen Ellemann. Tá løgreglan kom á staðið, vildi gentan ikki upplýsa, hvussu hon æt, og nær hon varð fødd. Løgreglan avgjørdi tí at handtaka gentuna. Hetta fekk ilt í dreingin, og gentan royndi at rýma úr politibilinum, sigur løgreglan. Tveir mans vórðu tiknir og skuldsettir fyri rúsdrekkakoyring, annar í Runavík og hin í Havn. Bilførarin, sum varð tikin í Runavík, hevði einki koyrikort, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn. Fyrrverandi læknafakligi stjórin, Anders Bøgesvang, segði upp stutt eftir at fyrrverandi sjúkrahússtjórin, Sigurð Ó. Vang, legði frá sær. Tí hevur verið søkt eftir nýggjum læknafakligum stjóra. Tá søkt varð eftir sjúkrahússtjóra fyrr í vár, vóru seks umsóknir, og tá varð avgjørt, at lýsa starvið leyst aftur. Hóast einans tríggjar umsóknir vóru til varastjórastarvið valdi setanarbólkurin ikki at lýsa starvið leyst aftur, tí fleiri skikkaðir umsøkjarir eru, sigur Johnny í Grótinum, sjúkrahússtjóri og formaður í setanarbólkinum. Freistin at søkja varastjórastarvið var 18. august. Starvið sum varastjóri við læknafakligari bakgrund verður væntandi sett um mánaðarskiftið, sigur Johnny í Grótinum. Setanarbólkurin ger tilmæli til landsstýriskvinnuna í heilsumálum, sum setur starvið. Tann fyrri er við SAKARIS, ið hevur gjørt eina nýinnspæling av sanginum Heystið , sum Óli Poulsen og systurin Judy góðu út í 1983 á útgávuni Vónir . Prístalsviðgerðin av heildarveitingini úr danska ríkiskassanum heldur uppat 1. januar og lág og miðallønt skulu fáa skattalætta á nýggjárinum. Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, er farin at fyrireika fíggjarlógaruppskotið. Tølini í uppskotinum eru bara fyribils framskrivingar, tí stundir eru ikki at gera eitt fullfíggjað uppskot fyri 1. oktober, tá fíggjarlógaruppskotið skal leggjast fram. Sambært avtaluni, sum undanfarna landsstýri gjørdi við ríkismyndugleikarnar, skal heildarveitingin úr danska ríkiskassanum prístalviðgerast eisini í 2016. Men nýggja landsstýrið vil ikki hava blokkin prístalsviðgjørdan, og tí verður avtalan søgd upp beinan vegin, sigur Kristina Háfoss. Hvussu nógv hava biðið um friðskjól er ikki greitt, men tøl, sum vórðu kunngjørd í gjár, vísa, at 728 fólk hava biðið um politiskt friðskjól í Danmark. Ríkisløgreglan leggur dent á, at tølini skulu takast við fyrivarni, tí tey byggja bert á stakroyndir av fólki, sum eru komin við eitt nú ferju og toki. Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, vil hava sýrisku flóttafólkini integrerað í samfelagið, og í hesum sambandi hevur hann boðið umboðum fyri vinnulívið, fakfeløg og neyðhjálparfelagsskapir til fundar í næstu viku at viðgera støðuna. Forsætisráðharrin hevur bílagt eina greining av flóttafólkunum, í eini roynd at vita, hvørjar førleikar tey hava. Henda greiningin skal eisini verða grundarlag undir teimum átøkum, sum skulu setast í verk at integrera flóttafólkini. Ætlanin er ikki at hækka skattin hjá teimum, sum fingu flatskatt undir seinastu landsstýrissamgongu, at fíggja ætlaða skattalættan til lág og miðalinntøkur Tá flokkarnir, sum nú hava skipað landsstýri, samráddust um samgongu, fingu teir at vita frá Fíggjarmálaráðnum, at verða eingi tiltøk sett í verk, verður hallið á fíggjarlógini næsta ár 150 milliónir krónur Við hesum verður boðað frá, at eg í dag havi tikið meg úr fíggarnevndini og úr Framsókn. Eg eri sostatt frá í dag at rokna uttanflokka á Løgtingi. Eg havi seinastu dagarnar verið undir ómetaliga stórum persónligum trýsti og ásanni, at tann tíð eg havi havt at umhugsa meg í, hevur verið alt ov stutt. Sum støðan er, vóru mínar avgerðir at innlima meg i Framsókn og at lata meg velja til formann í fíggjarnevndini ikki rættar. Tískil eiga hesar avgerðir at verða rættaðar beinanvegin. Hetta er eftir míni bestu og innastu sannføring. Mín avgerð at taka meg úr Fólkaflokkinum stendur tó við. Orsøkin til hesa avgerð er, at eg ikki kann taka undir við konservativa strukturinum í flokkinum. Eftir valúrslitið brast vónin fyri nakrari broyting í førda politikkinum hjá Fólkaflokkinum. Hóast Annika Olsen er farin úr Framsókn, og samgongan bert hevur 16 tingsessir, telur Aksel V. Johannesen, løgmaður, framvegis upp í 17, tí Sonja Jógvansdóttir styðjar samgonguna. Aksel V. Johannesen væntar, at Annika Olsen kemur aftur í tingið, tá ein tíð er fráliðin, og tá kann varalimurin hjá henni í fíggjarnevndini, sum eisini er úr Framsókn, taka við sum forkvinna í fíggjarnevndini. Nú Annika Olsen hevur boðað frá, at hon fer at biðja um farloyvi úr løgtinginum, kemur Joen Magnus Rasmussen úr Fólkaflokkinum í tingið. Hann er nummar seks á listanum. Annika Olsen var millum tey seks, vórðu vald fyri Fólkaflokkin á løgtingsvalinum 1. september. Men beint eftir valið tók hon seg úr Fólkaflokkinum, sum tí misti ein tingsess. Á tingfundinum hósdagin, tá nevndarval var á skránni, boðaði Annika Olsen frá, at hon var farin upp í Framsókn, og hon varð síðani vald til forkvinnu í fíggjarnevndini. Syriza fær 35,47 prosent av atkvøðunum, og andstøðuflokkurin, Nýtt Demokrati, fær stuðul frá 28,09 prosentum. Størsti flokkur fær, eftir grikskum reglum, 50 sessir aftrat í tjóðartinginum, sum hevur tilsamans 300 sessir. Tá segði flokkurin, at samráðast skuldi av nýggjum um avtalurnar við altjóða kreditorarnar. Nú vil flokkurin seta í verk avtalurnar við kreditorarnar í ES, Altjóða gjaldoyragrunnin, IMF, og evropiska miðbankan, ECB. Hetta verður ein stjórn, sum fer at sita í fýra ár við stórum meiriluta, og sum fer at seta í verk nýskiparnir, sum lovað, sigur Olga Gero vassili, talskvinna fyri Syriza. Vit fara at halda fram við samráðingunum við lánsveitararnar. Hetta er byrjanin upp á stríðið, sigur hon, og sipar til komandi tingingar um, hvussu nýskipanirnar skulu setast í verk. Alexis Tsipras, formaður fyri Syriza, ávaraði í takkartalu síni í gjárkvøldið grikkar um, at stríðog strev er fyri framman, og ongar gandaloysnir eru. Pengarnir verða tiknir av yvirskotinum hjá ríkiskassanum í ár. Pengar verða ikki tiknir frá øðrum til at hjálpa flóttafólkunum, sum koma til Íslands. Á nýggjárinum hevði Framtaksgrunnurin partabrøv í 20 fyritøkum. Grunnurin fekk í fjør 15 umsóknir um nýggjar íløgur og um at hækka verandi íløgur. Fimm umsøkjarar fingu játtandi svar í fjør. Í ársfrágreiðingini fyri 2014 siga stjórin og nevndin, at seinastu árini hevur verið torført at finna aðrar íleggjarar, so til ber at fremja tær ætlanir, sum Framtaksgrunnurin setur pengar í. Framtaksgrunnurin ger íløgur í fyritøkur. Íløgurnar skulu seljast, tá tær eru sølubærar. Pengarnir, sum grunnurin fær fyri seldar íløgur skulu síðani brúkast til nýggjar íløgur. Sambært yvirliti, sum Framtaksgrunnurin gjørdi fyrr í ár, eru partabrøv seld fyri 222 milliónir krónur Vinningurin av seldu íløgunum er 39 milliónir krónur Síðan 1995 eru fýra fyritøkur, sum Framtaksgrunnurin átti í, farnar á húsagang við tí úrsliti, at grunnurin misti alla sína íløgu, fýra milliónir krónur Í nevndini fyri Framtaksgrunnin eru Marjun Eystberg, forkvinna, Kristine Ellingsgaard, næstforkvinna, Marni Hjallnafoss, Ingi Elmelund Petersen og Fróði Magnussen. Tá hevur hann sum oftast eisini gingið ein túr upp á fimm seks kilometrar. Morgunin er løtan, tá landsstýrismaðurin við vinnu og uttanríkismálum fær mest av skafti. Men formaðurin í Framsókn sigur seg altíð vera til arbeiðis. Áhoyrararnir blivu brádliga koyrdir út úr konsertstaðnum, og orsøkin sigst at vera, at ein maður við revolvara var komin inn í Globen. Vit fingu at vita, at orsøkin var tøkniligir trupulleikar, men seinni funnu vit útav, at tað var meira álvarsamt, sigur Ditte M. Joensen. Hon fer kortini ikki heilt tómhent heimaaftur, tí leygardagin fekk hon høvi at hitta gittarspælaran, The Edge, uttan fyri gistingarhúsið, har U2 búðu. Henda appin er eitt so mikið gott hugskot, at fríggjdagin í farnu viku bleiv appin vald at umboðað Føroyar á eini stórari altjóða íverksetarakapping í keypmannahavn, sum verður í november. Tað byrjaði sum ein verkætlan í skúlanum, men síðani hava vit funnið útav, at tørvur er á einum slíkum hjálparamboði. Ikki bara her í Føroyum, men eisini í øðrum londum, siga menninir, sum hava ment nýggju appina. Í løtuni er appin bert gjørd til føroyingar, men vit hava ætlanir um at gera hana soleiðis, at hon eisini kann brúkast av øðrum, siga íverksetararnir. Skiftirætturin hevur minkað samsýningina til bústjórarnar í trotabúnum Faroe Seafood 180.000 krónur, niður í fimm milliónir og 950.000 krónur Á fundi í Skiftirættinum fyri einum mánaði síðani hildu tveir advokatar, sum umboða kreditorar hjá Faroe Seafood, at samsýningin, sum bústjórarnir, Eyðfinnur Jacobsen og Ingi Højgaard, innstillaðu til Skiftirættin, er ov stór. Lønarkrøvini hava framíhjárætt til pengar úr trotabúgvum. Fólk fáa tað, sum tey, ella fakfelag teirra, kunnu skjalprógva, at tey eiga til góðar. Góðtaka bústjórarnir kravið, innstilla teir kravið til góðkenningar í Skiftirættinum. Alt hetta er at kalla liðugt í trotabúnum Faroe Seafood. Eftir eru so vanligu krøvini. Í trotabúnum Faroe Seafood eru hundrað vanlig krøv, okkurt um 80 milliónir krónurTey fáa stívliga ein fjórðing av tí, tey eiga til góðar, tí fleiri pengar eru ikki eftir í búnum. Stóra fiskivinnufyritøkan Faroe Seafood fór á húsagang fyrst í desember í 2010, eftir nakrar miseydnaðar royndir tá um heystið at fáa nýggjar íleggjarar at seta pengar í felagið ella keypa tað fyri at sleppa undan húsaganginum. Upplýst varð í Skiftirættinum 21.august, at eitt grannskoðaravirki og eitt advokafelag fingu góðar 280.000 krónur fyri at vera við í hesum royndum at bjarga samtakinum. Skiftirætturin hevur minkað samsýningina til bústjórarnar í trotabúnum Faroe Seafood 180.000 krónur, niður í fimm milliónir og 950.000 krónur Á fundi í Skiftirættinum fyri einum mánaði síðani hildu tveir advokatar, sum umboða kreditorar hjá Faroe Seafood, at samsýningin, sum bústjórarnir, Eyðfinnur Jacobsen og Ingi Højgaard, innstillaðu til Skiftirættin, er ov stór. Lønarkrøvini hava framíhjárætt til pengar úr trotabúgvum. Fólk fáa tað, sum tey, ella fakfelag teirra, kunnu skjalprógva, at tey eiga til góðar. Góðtaka bústjórarnir kravið, innstilla teir kravið til góðkenningar í Skiftirættinum. Alt hetta er at kalla liðugt í trotabúnum Faroe Seafood. Eftir eru so vanligu krøvini. Í trotabúnum Faroe Seafood eru hundrað vanlig krøv, okkurt um 80 milliónir krónurTey fáa stívliga ein fjórðing av tí, tey eiga til góðar, tí fleiri pengar eru ikki eftir í búnum. Stóra fiskivinnufyritøkan Faroe Seafood fór á húsagang fyrst í desember í 2010, eftir nakrar miseydnaðar royndir tá um heystið at fáa nýggjar íleggjarar at seta pengar í felagið ella keypa tað fyri at sleppa undan húsaganginum. Upplýst varð í Skiftirættinum 21.august, at eitt grannskoðaravirki og eitt advokafelag fingu góðar 280.000 krónur fyri at vera við í hesum royndum at bjarga samtakinum. Hvussu er tað at stilla upp Vit hava funnið uppá eina gentu, sum eitur Viktoria Hon er 12 ára gomul og hon ætlar sær at stilla upp. Men hvussu skal hon gera og hvat skal hon gera Hon ynskir reinari vesi á skúlunum, at foreldur arbeiða minni og at 90 ára gamla omma hennara, fær nýkókaði og frísk epli til døgurða hvønn dag. Fyrst fær hon góð ráð frá Hilmari Høgenni. Síðani fer hon til fotograf hjá Per á Hædd Hvussu ger man tá man ætlar at stilla upp Vit hava funnið uppá eina gentu, sum eitur Viktoria Hon er 12 ára gomul og hon ætlar sær at stilla upp. Hon ynskir reinari vesi á skúlunum, at foreldur arbeiða minni og at 90 ára gamla omma hennara, fær nýkókaði og frísk epli til døgurða hvønn dag. Í dag fær hon góð ráð frá Tór Verland Johansen, sum arbeiðir á samskiftisfyritøkuni Sansir Vit hava funnið uppá eina gentu, sum eitur Viktoria Hon er 12 ára gomul og hon ætlar sær at stilla upp. Men hvussu skal hon gera og hvat skal hon gera Hon ynskir reinari vesi á skúlunum, at foreldur arbeiða minni og at 90 ára gamla omma hennara, fær nýkókaði og frísk epli til døgurða hvønn dag. Í dag fær hon góð ráð frá Tór Verland Johansen og Riu Tórgarð. Vit hava funnið uppá eina gentu, sum eitur Viktoria Hon er 12 ára gomul og hon ætlar sær at stilla upp. Men hvussu skal hon gera og hvat skal hon gera Hon ynskir reinari vesi á skúlunum, at foreldur arbeiða minni og at 90 ára gamla omma hennara, fær nýkókaði og frísk epli til døgurða hvønn dag. Vit hava funnið uppá eina gentu, sum eitur Viktoria Hon er 12 ára gomul og hon ætlar sær at stilla upp. Men hvussu skal hon gera og hvat skal hon gera Hon ynskir reinari vesi á skúlunum, at foreldur arbeiða minni og at 90 ára gamla omma hennara, fær nýkókaði og frísk epli til døgurða hvønn dag. Nú Annika Olsen ikki vildi hava sessin í Fíggjarnevndini, skal nýtt fólk veljast og tað verður gjørt skjótt, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður. Fíggjarnevndin hevur ikki formliga skipað seg enn, og tí ber ikki til hjá ætlaða næstformanninum, Bárði á Steig Nielsen, úr Sambandsflokkinum, at taka við sum virkandi formaður í nevndini, sigur Páll á Reynatúgvu, tingformaður. Samgongan varðveitir tó meirlutan og formanssessin í fíggjarnevndini, sigur Páll á Reynatúgvu, tingformaður. Tað kom sera óvart á bæði Poul Michelsen og Aksel V. Johannesen, at Annika Olsen í gjárkvøldi brádliga fór úr Framsókn og samgonguni. Sjálv er Annika Olsen farin undir heilt. Tá eg var tannáringur, bleiv tað spennandi at fara í býin og eisini at drekka, men innast inni hevði eg tað ikki so gott við mínum lívsstíli, sigur Abraham Joensen. Onkur heldur kanska, at eg bara var fullur og ímyndaði mær alt, men eg eri sannførdur um, at tað var Gud, sum gjørdi vart við seg, sigur Abraham Joensen. Í gjár boðaði Sonja Jógvansdóttir samgonguflokkunum frá, at hon er sinnað at gera skrivliga avtalu, sum tryggjar teimum meirilutan og sostatt arbeiðsfrið. Soleiðis skrivar Nanna Bjarnarson á Facebook, eftir at 14 ára gamla dóttirin kom heim úr skúla við við eini mynd av sær, har ein deyðshóttan varð skrivað á. Skúlastjórin á Sandoyar Meginskúla, Hansa Glerfoss, vísir aftur, at einki er gjørt fyri at steðga happingini. Hon sigur, at málið er torført at loysa, tí skúlin veit ikki, hvør happar. Stýrið fyri Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin hevur samtykt at hækka eftirlønina úr grunninum við 3,3 1. januar 2016, soleiðis at eftirlønin fer úr 3.010 krónur upp í 3.110 krónur um mánaðin. Lógin um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn ásetir, at stýrið fyri grunnin skal áseta útgjaldið í seinasta lagi 1. oktober fyri álmanakkaárið eftir. Heilsustýrið hevur fingið frágreiðingarnar hjá skuldsetta læknanum um læknakanningarnar, sum hann er meldaður fyri, og frágreiðingarnar hjá kvinnunum. Heilsustýrið fer nú at gera læknafakliga meting um undirlívskanningarnar, um tær vórðu gjørdar sambært forskriftunum fyri slíkum kanningum. Linda Hesselberg, ákæri, sigur, at svarið frá Heilsustýrinum fer at viga nógv, tá avgerast skal, um skuldsetti læknin skal ákærast. Tað var í juli í fjør, at politiið avhoyrdi ein kommunulækna í Føroyum og skuldsetti hann fyri at hava framt kynsligan ágang móti fimm kvinnum, sum vóru til viðtalu hjá honum. Kommunulæknin er skuldsettur fyri at hava brotið fyriskipanina um virksemið hjá læknum og revsilógina. Hann er skuldsettur fyri annað kynsligt samband enn samlegu og fyri blygdanarskemd. Málið móti einum 34 ára gomlum manni, sum er ákærdur fyri umfatandi svik í Miklagarði í SMS í Havn, er endað við semju millum partarnar, og maðurin skal rinda SMS 600.000 krónur aftur. Árnafjørður er ein av elstu bygdum í Norðoyggjum, og omanfyri bygdina, uppi á Køtlum, er gamli tingstaðurin fyri Norðoyggjar. Kortini var Árnafjørður ein tann mest krógvaða og avbyrgda bygdin, áðrenn tey fingu tunnil. Mikkjal Mikkelsen bóndi er fróðarmaður og greiðir okkum frá ymiskum viðurskiftum í heimbygdini. Mariann Maslyk er uppvaksin í Árnafirði og hon trívist framvegis so væl har, at nú hava hon og maðurin Krystof, ið er póllendingur, keypt gomlu húsini hjá abba og ommu Mariann, og húsini skulu nú nútímansgerast. Tey eiga fýra børn í aldrinum frá 10 mánaðum upp í sjey ár. Vit hava hoyrt um serliga góðar harutúrar í Árnafirði. Ein av teimum, sum hevur skotið nógva haru, er Símin Joensen, ið hevði metið til í fjør. Tá tey eta haru, ger konan Jóna Joensen rættir, ið vermamman plagdi at gera. Nógvar minur róku inn á Árnafjørð undir seinna heimsbardaga og tað bar í sær, at eitt serligt minuhús varð gjørt omanfyri bygdina, so bygdarfólkið kundi leita sær niðan hagar. 83 ára gamli Torleif Justinussen minnist væl hesa tíðina. Onkuntíð vóru tey har uppi í eina heila viku. Atli Justinussen hevur keypt gamla flakavirkið í bygdini og um stutta tíð verður aftur farið at arbeiða fisk á virkinum. Hugsað verður bæði um heimamarknaðin og vørur at útflyta. Í gamla handlinum í Árnafirði, sum er frá 1932, ber til at kepa bæði dag og nátt. Lykilin stendur í og fólk kunnu fara inn og fáa sær vøruna, skriva á ein seðil og leggja pengarnar á skivuna. 87 ára gamla handilskvinnan Fanny Olsen heldur, at handilin hevur stóran týdning fyri bygdina. Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur sagt, at avtalan, sum varð gjørd við Framsókn undir samgongusamráðingunum um fremsta sessin í fíggjarnevndini, stendur við, tó at formenninir í samgonguflokkunum formliga skulu staðfesta avgerðina. Poul Michelsen, formaður í Framsókn, sigur, at Ruth Vang er væl lærd, og hon hevur royndir frá fíggjarvinnuni, heilsuverkinum og kommunalari fyrisiting á leiðarastigi. Hósdagin gjørdi løgtingið av, at Ruth Vang skulu gerast varalimur hjá forkvinnuni í fíggjarnevndini, men nevndin fekk ikki høvi at skipa seg formliga, áðrenn Annika Olsen eftir fáum døgum tók seg úr Framsókn og segði forkvinnusessin í nevndini frá sær. Í ár fáa fólk 3.010 krónur um mánaðin úr Samhaldsfasta. Næsta ár hækkar gjaldið 100 krónur um mánaðin. Eftirlønarútgjaldið var 88 prosent av inngjøldunum í 2014. Eftirlønarútgjaldið verður væntandi stívliga 90 prosent í ár. Í fjør fingu fólkapenjónistar góðar 250 milliónir krónur úr Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum. Aksel V. Johannesen, løgmaður, harmast um støðuna, men telur enn 17 samgongulimir, tí Sonja Jógvansdóttir, sum tók seg úr Javnaðarflokkinum, hevur sagt, at hon stuðlar samgonguni. Hetta er tað, sum ikki kann henda, og sum ikki skal henda, sigur Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum, og politiskur viðmerkjari, nú Annika Olsen er farin úr Framsókn. Tað er umráðandi, at bæði skúli, foreldur, næmingar, heilsufrøðingar og onnur verða tikin við, tá happing kemur fyri, heldur Anna Dalsgaard, lærari, ið hevur drúgvar royndir við trivnaðararbeiði, og sum hevur arbeitt við at fyribyrgja og basa happing á skúlum. Leygardagin vóru tjørnuvíkingar út í stakkinum eftir seyði. Túrurin er eisini vorðin sera væl umtóktur millum bæði føroyingar og ferðafólk. Í ár vóru Monique Davis og Drake Roberts úr Amerika við á túrinum. Og við sær høvdu tey alskyns filmstól, eitt nú eina dronu. Og soleiðis sær Stakkurin út úr einum heldur øðrvísi sjónarhorni. Føroya Tele skal hava nýggjan stjóra, tí Kristian Davidsen, sum hevur verið stjóri seinastu níggju árini, hevur fingið starv sum stjóri í Tele Post í Grønlandi. Aleqa Hammond, fólkatingskvinna, roynir nú at fáa grønlendsku og føroysku fólkatingslimirnar at arbeiða saman í fólkatinginum, so londini í Útnorðri draga eina línu í málum, sum hava týdning fyri tey. Men hon ætlar at fáa í lag størri samstarv millum føroyingar og grønlendingar í fólkatinginum. Arbeiðið hjá teimum skal vera betur samskipað, heldur hon. Aleqa Hammond sigur, at nú er vorðið greitt, at Magni Arge og Sjúrður Skaale eru føroysku fólkatingsmenninir, og tí gevur hon fundarboð nú. Siumut sigur, at hin grønlendski flokkurin í fólkatinginum, IA, og Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi vilja fegin tosa um samstarv millum tey fýra fólkatingsfólkini úr Útnorðri. Aleqa Hammond leggur dent á, at ætlan hennara er ikki at stovna ein bólk, men heldur fáa í lag samskifti og sterkt samstarv millum fýra sjálvstøðugar fólkatingslimir. Seta vil hava rættin at døma Føroya Landsstýri og Løgmansskrivstovuna at viðganga, at tað ikki var rætt av Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, at taka fiskiloyvið og veiðiloyvið frá garnaskipinum Anitu fyri sløkum ári síðani. Málið ímóti garnaskipinum Anitu byrjaði í februar í fjør, tá skipið misti ein mann, meðan teir royndu við gørnum vestan fyri Føroyar. Tá kom undan kavi, at skipið hevði brotið lógina um vinnuligan fiskiskap, og í apríl í fjør mælti Vørn Fiskimálaráðnum til at taka veiði og fiskilioyvið frá Anitu, til dómur var fallin í málinum. Seinast í oktober í fjør gjørdi Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, av, at taka øll veiði og fiskiloyvi frá Anitu frá 1. november í fjør. Pf. Seta góðtók ikki avgerðina, og boðaði frá at málið fór í rættin, og at reiðaríið fór at krevja endurgjald. Samstundis sendi felagið Løgtingsins Umboðsmanni eina kæru um avgerðina hjá løgmanni. Sakarkravið var, at Løgmansskrivstovan verður dømd at viðurkenna, at avgerðin um at taka veiði og fiskiloyvini frá garnaskipinum Anitu er tikin av órøttum, og tí er hon ólóglig. Harafturat vildi reiðaríið hava endurgjald, sum fyribils var sett til 50.000 krónur 17. desember í fjør fall dómur í rættinum, og tá vórðu bæði skipari og reiðari dømdir at rinda bót fyri brot á lógina um vinnuligan fiskiskap. Í apríl í ár, tók Kaj Leo Holm JOhannesen, løgmaður so avgerð um, at garnakipið Anita skuldi missa rættin at fiska í føroyskum sjógvi til 31. august næsta ár. Avgerðin hjá Løgmansskrivstovuni er nógv linari enn tilmælið frá Vørn, sum bað Løgmansskrivstovuna taka bæði veiðu og fiskiloyvið frá Anitu med alla, og í mai segði Elmar Højgaard, stjóri í Vørn, at tað hevði verið rætt at tikið øll loyvi frá Anitu med alla. Formansskapurin í løgtinginum fer fyrrapartin at viðgera støðuna, eftir at Annika Olsen er farin úr Framsókn og hevur sagt formanssessin í fíggjarnevndini frá sær. Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, kom í gjár til ta niðurstøðu, at valbólkurin hjá samgonguni kann bara velja onkran annan í sessin hjá Anniku Olsen. Løgtingsformaðurin vísti til grein 26 í tingskipanini. Hon sigur, at valbólkur kann velja onkran annan, um ein nevndarsessur gerst leysur. Um so var, at Annika Olsen gavst sum tingkvinna, so skilji eg tulkingina hjá Páll á Reynatúgvu. Annika Olsen er ikki givin, men er farin í farloyvi, og tí er tulkingin hjá tigformanninum ikki røtt, sigur Jógvan á Lakjuni við Vágaportalin. Fyrrverandi løgtingsformaðurin spyr, um ein løgtinglimur, sum hevur biðið um farloyvi, kann taka seg úr eini nevnd. Jógvan á Lakjuni sigur seg ivast í hesum, og tí vil hann hava málið viðgjørt á fundinum hjá formansskapinum fyrrapartin. Eisini Bárður Nielsen, fyrrverandi formaður í Fíggjarnevndini og næstformaður í Sambandsflokkinum, sigur seg ivast stórliga í tulkingini hjá Páll á Reynatúgvu, løgtingsformanni. Bárður Nielsen heldur tað vera stak óheppið, um løgtingsformaðurin nú leggur ein nýggjan leist fyri, hvussu løgtingslimir kunnu skifta millum nevndir. Og tí vil tingmaðurin hava eina frágreiðing frá løgtingsformanninum Sendingin er skipað sum orðaskifti. Grøna borðið manna Annika Bolton Mortensen, grønur brúkari, Bogi Vík, handilsleiðari, Snorri Patursson, kostfrøðingur, og Annfinnur Heinesen, stjóri á Háskúlanum, sum hevur skipað fyri skeiðum og dyrkar vistfrøðiligt. Eg vil fegin samstarva við hini norðuratlantisku umboðini á fólkatingi um mál, sum vit eru samd um, uttan at fara upp í eitt formligt samstarv, sum líkist Norðuratlansbólkinum. Tað sigur Sjúrður Skaale, fólkatingsumboð fyri Javnaðarflokkin, nú Aleqa Hammond, fólkatingskvinna fyri Siumut, roynir nú at fáa grønlendsku og føroysku fólkatingslimirnar at arbeiða saman í fólkatinginum, so londini í Útnorðri draga eina línu í málum, sum hava týdning fyri tey. Aleqa Hammond leggur dent á, at ætlan hennara er ikki at stovna ein bólk, men heldur fáa í lag samskifti og sterkt samstarv millum fýra sjálvstøðugar fólkatingslimir. Og tað tekur Sjúrður Skaale undir við. Eftir raksturin var stór uppboðssøla hildin í Tjørnuvík. Kiloprísurin lá um 340 krónur, og eftir felagsdøgurðan um kvøldið, var eitt tjógv selt á uppboði fyri 2600 krónur og ein bógvur fór fyri 2000 krónur Veðrið var av tí allarbesta, og tí bar eisini til at dekka borð uttandurða, tí so nógv fólk var komi til bygdar henda dagin, sigur formaðurin í Staksnevndini, Jógvan Magnussen Og áðrenn hon kom har til, var hon virkin ungdómspolitikari í Sørvági. Eyðgunn Samuelsen er gift, mamma og omma. Hon er útbúgvin innan søgu av Roskilde Universitet og hevur eisini undirvíst, áðrenn politikkurin fór við hennara tíð. Hann sigur í samrøðu við Sosialin, at tað hevði verið ein fantastiskur boðskapur at givið suðuroyingum útlit til, at teir um eitt ávíst áramál kunnu ferðast millum Suðuroynna og Havnina, sum teir vilja, uttan at hugsa um ferðaætlanina hjá Smyrli. Vit verða noydd at hugsa langt fram í tíðina, tá ið ræður um Suðuroynna. Tá koyrandi er í Sandoynna, eftir ætlan í 2021, verða heilt aðrir møguleikar, sum ikki hava verið áður, sigur Henrik Old. Tí heldur hann, at tað er rætt at hugsa um fast samband til Suðuroyar longu nú. Landsstýrismaðurin í samferðslumálum heldur, at tað eigur at bera til at framskunda ætlanina um at byggja nýggjan Hvalbiartunnil, sum sambært íløguætlanini skal farast undir í 2018. Men arbeiðið við Viðareiðistunlinum gongur skjótari enn væntað, og fæst fígging at gera hann lidnan, verður tunnilin longu niður næsta ár. Sambært honum er tað millum annað bræðingin av ísinum, atgongd til nýggjar siglingarleiðir, nýggj ráevni, fisk og eina órørda náttúru, sum draga fíggjarligu risarnar úr Asiu og eisini nógv av fólkinum har. Okkara partur av heiminum er blivin áhugaverdur fyri asiatisku londini, tí fjarðstøðan millum londini her á okkara leiðum og asiatisku londini er vorðin minni. Tað er lættari hjá teimum at ferðast higar, og tey síggja ymsar møguleikar, sum ikki hava borið til áður, sigur Geir Helgesund. Áhugin hjá asiatisku londunum fer ivaleyst eisini at ávirka Føroyar. Ikki minst ferðavinnuna. Tað er lættari hjá teimum at ferðast higar, her er ein heilt onnur náttúra, enn tann, tey eru von við, maturin er annarleiðis og so framvegis. Men tað er týdningarmikið, at tit ikki fara at byggja stór gistingarhús, júst soleiðis sum vit kenna aðrastaðni frá. Ístaðin skulu tit varðveita tað serføroyska eitt nú smáu húsini við flagtaki. Tað er veruliga nakað, ið lokkar asiatar, sigur Geir Helgesen. Geir Helgesund hevur fyrilestur um áhugan hjá asiatisku londunum fyri okkara heimsparti í Norðurlandahúsinum í kvøld. Hetta er í sambandi við nýggja fyrilestrarøð, sum Norðurlandahúsið skipar fyri í samstarvi við Setrið. Føroya rættur er biðin um at avgera, hvør eigur myndugleikan at góðkenna brunatrygdina í farstøðini á flogvøllinum, Brunaeftirlitið ella Sørvágs kommuna. Brunaeftirlitið heldur uppá, at tað er myndugleikin, sum skal góðkenna brunatrygdina í farstøðini. Og tað hevur Brunaeftirlitið ikki gjørt. Málið byrjar 3.juli í fjør, tá Sørvágs kommuna gav P f Vága floghavn loyvi at brúka nýggju komu og farstøðina. Brunaeftirlitið bað Sørvágs kommunu taka nýtsluloyvið aftur, tí Brunaeftirlitið hevði ikki góðkent bygningin. Brunaeftirlitið og Sørvágs kommuna eru ikki samd um, hvør hevur myndugleikan at góðkenna brunatrygdina í farstøðini. Sambært lóggávuni, sum var galdandi, tá farið varð undir byggingina, skal Brunaeftirlitið góðkenna. Men 1.apríl í 2013 kom nýggja byggilógin, og tá fingu kommunurnar hendan myndugleikan.Innlendismálaráðið segði tó í rundskrivi 27.mai í 2013, at Brunaumsjón landsins, sum stovnurin tá kallaðist, átti ítøkiligu brunamálsviðgerðina, tá talan var um ikki vanliga bygging, sum fekk byggiloyvi fyri 1.apríl 2013, tá nýggja lógin kom. Samráðingarnar millum Lønardeildina og fakfeløgini hava bíðað eftir nýggjum landsstýrisfólki í fíggjarmálum eftir løgtingsvalið 1. september. Partarnir vóru samdir um at bíða við samráðingunum. Men hósdagin verður fundur við Starvsmannafelagið, sigur Snorri Fjallsbak, stjóri á Lønardeildini. Galdandi sáttmálar á almenna arbeiðsmarknaðinum fara úr gildi um eina góða viku. Partarnir hava latið hvørjum øðrum sáttmálakrøvini, og nakrir fundir hava verið. Størstu fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum eru Starvsmannafelagið, Lærarafelagið, Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar og Pedagogfelagið. Magni Arge, fólkatingsmaður, vil fegin samstarva við hini norðuratlantisku fólkatingsumboðini um mál, sum semja er um, og tað heldur hann, at tey longu gera. Men eitt samstarv við Javnaðarflokkin er serstakliga upplagt, nú Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin eru í samgongu, heldur Magni Arge. Men vandi er fyri, at so nógv verður tosað, at einki hendir í málinum, sigur mamman at 14 ára gomlu gentuni, sum mikudagin varð tikin úr Sandoyar Meginskúla, tí hon er so illa happað. Borgaragluggin, sum nýggja tænastan eitur, gevur fólki beinleiðis atgongd til sínar upplýsingar hjá Taks, umframt lættari atgongd at avgreiða ymisk viðurskifti við Taks. Sambært Taks verður Borgaragluggin við tíðini høvuðsmiðilin í samskiftinum millum Taks og borgaran. Á tann hátt verður avgreiðslan talgild og verður skjótari og lættari. Fleiri møguleikar Fleiri møguleikar eru í Borgaraglugganum. Her ber til at lata inn sjálvuppgávu og kapitalvinnings sjálvuppgávu broyta skattauppgerðir søkja um ferðastuðul, rentustuðul og stuðul til dupult húsarhald og so framvegis. Somuleiðis eru grundupplýsingar av ymsum slag at finna á Borgaraglugganum. Eitt nú bústaður, samskiftisupplýsingar, kontuupplýsingar og upplýsingar um børn. Heksirnar er ein nýggjur familjuleikur á Tjóðpallinum. Tað er ein spennandi, undirhaldandi, syrgiligur, stuttligur og hjartanemandi familjuleikur fyri alla familjuna. Jákup, Sóleyð og Petur Meinar greiða frá. Eisini siga børn, sum vóru til leikin, sína hugsan. Hvør er Silas Jú, Silas er abbasonurin hjá Hera Kragesteen. Abbin gjørdi honum eina fløgu í jólagávu og nú er hon komin út. Í Barnaútvarpinum í dag, sigur Heri okkum søguna um fløguna. Anfinnur Heinesen og Beinta Clothier syngja og eru sjónleikarar á fløguni, so tey siga eitt sindur um tað at frambera sum sjónleikari. Vit hoyra eisini brot úr sjey sangum, sum eru á fløguni Silas. Í dag eru vit í Klaksvík á vitjan í skúlanum. Her hitta vit Rakul Ró, sum greiðir frá einum nýggjum roknisangi. Hon syngur eisini vælkendar sangir saman við næmingum í skúlanum í Barnaútvarpinum í dag. Almenna fjølmiðlanevndin í Noregi mælir nú til, at norska kongshúsið verður fevnt av lógini um innlit. Tilmælið fær eisini undirtøku frá felagnum hjá norskum blaðstjórum og norska fjølmiðlafelagnum. Orsøkin til tilmælið er, at norska kongshúsið ikki hevur viljað svarað kritiskum spurningum frá fjølmiðlum um, hvør fíggjaði ferðina til Italia hjá krúnprinsahjúnunum í summar. Tey hildu til í einum luksusbáti, sum kostar fleiri milliónir krónur Almenna fjølmiðlanevndin mælir løgmálaráðnum til at viðgera spurningin av nýggjum, um norska kongshúsið og virksemið hjá kongshúsinum skal verða fevnt av innlitslógini. Nevndin sigur, at tað er ein demokratiskur trupulleiki, at innlitslógin ikki er galdandi. Nevndin tekur tó bara støðu til skjøl til og frá kongshúsinum, og hevur ikki í hyggju at fáa innligt í privatlívið hjá teimum kongaligu. Tað er ikki í lagi, at kongalig kunnu fara inn og út úr almenna rúminum, sum teimum lystir, sigur Harald Stanghelle, limur í norsku fjølmiðlanevndini. Virðið á partabrøvunum í Volkswagen er síðani fríggjadagin fallið við 20 prosentum . Tað er eisini tað lægsta, partabrøvini hava verið í umleið seks ár. Tað hendir eftir at amerikansku umhvørvismyndugleikarnir hava ákært týska bilframleiðaran at hava svikað við forritinum, ið mátar útlátið frá VW bilunum. Partabrøvini í Volkswagen vóru fallin 13 prosent í virði, tá keypskálin í Frankfurt lat upp mánadagin, og virðið á partabrøvunum minkar framvegis. Greinin heldur fram niðanfyri. Amerikonsku umhvørvismyndugleikarnir hótta nú Volkswagen við ein bót uppá 18 milliardir dollarar, umleið 120 milliardir krónur, fyri umfatandi svikið. Myndugleikarnir ákæra týska bilframleiðaran fyri tilætlað at hava svikað við tølunum í 11 milliónum bilum, so tølini, ið vísa hvussu bilarnir dálka, vóru penari enn veruleikin er. Volkswagen hevur longu viðgingið, at fyritøkan hevur svikað við tølunum um útlát. Ein umfatandi kanning skal nú staðfesta, hvussu umfatandi svikið hevur verið. Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu og nú eisini løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin, var ímóti at geva borgarstjórum undantak til bæði at virka sum borgarstjóri og løgtingslimur í 2000, tá kommunustýrislógin var samtykt. Í fleiri ár hava hondbóltsfeløgini í Havn stríðst um at fáa venjingartíðir til teir umleið túsund hondbóltsleikararnar í høvuðstaðnum. Nú er eisini vorðið trupult at avgreiða hondbóltsdystirnar, tí tær fáu hallirnar í býnum hýsa eisini øðrum tiltøkum, sum einki hava við ítrótt at gera. Nú hevur Hondbóltssambandið kært sína neyð til borgarstjóran. Tað er tó mótamerkið Bellstaff, sum stendur aftanfyri stuttfilmin Outlaws , ið Geremy Jasper hevur leikstjórnað, har David Beckham hevur fingið ein leiklut. Tórshavnar kommuna hevur longu sett 30 milliónir krónur av í ár til endamálið, og ætlanin er at seta 30 milliónir afturat næsta ár. Sambært einari meting hjá íslendsku vinnuni missir Ísland millum 830 milliónir og eina góða milliard í okkara krónum. Tá telur minni búskaparvøkstur í heiminum eisini við, tí møguleika er fyri, at prísurin á fiski lækkar. Í fjør útflutti Ísland fisk fyri slakar 13 milliardir kr, og ein fjórðingur av íslendska útflutninginum er fiskur. Í fjør arbeiddu 9.000 fólk í fiskivinnuni, á sjógvi ella á landi. Tjúgundi hvør løntakari í Íslandi arbeiðir í fiskivinnuni. Tað kom óvart á pápa Anniku Olsen, tá hann sunnukvøldið hoyrdi um avgerð hennara at fara burtur úr aftur Framsókn og siga formanssessin í fíggjarnevndini frá sær. Jákup Olsen, sum sjálvur hevur drúgva fortíð í politikki, heldur, at dóttirin hevur verið undir øgiliga stórum, persónligum trýsti. ES stjórnarleiðararnir noyðast at gera eitt stórt diplomatiskt arbeiði, tá teir hittast í kvøld at viðgera avtaluna um at býta tey 120.000 flóttafólkini, sum ein meiriluti av ES londunum samtykti í gjár. Tí fýra lond Kekkia, Slovakia, Rumenia og Ungarn atkvøddu ímóti avtaluni, og tí mugu stjórnarleiðararnir gera alt, teir kunnu, at sannføra hesi londini um, at avtalan er rætta loysnin. Og tað er heldur óvanligt, at spurningurin um býti av flóttafólkunum endaði við einari slíkari atkvøðugreiðslu í ES, sigur Marlene Wind, professari á lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Tí siðvenja er, at ES skipanin roynir at finna einmæltar semjur í slíkum spurningum, og tí var atkvøðugreiðslan eitt stórt og heldur óvanligt stig, sigur hon við DR. Men ES londini megnaðu ikki at gera eina einmælta semju, hóast samáðingar hava verið millum ES formannsskapin og eysturevropeisku londini í nógvar dagar. Tí varð neyðugt við eini atkvøðugreiðslu, sigur hon. Taka Kekkia, Slovaka, Rumenia og Ungarn ikki ímóti teimum flóttafólkunum, sum avtalan ásetur, so kann málið enda í ES rættinum, har londini kunnu enda við at fáa bøtur. Á fundinum í kvøld ES leiðararnir eisini at viðgera spurningin, hvat nú skal gerast til tess at byrgja fyri flóttafólkastreyminum. Forsætisráðharrin í Fraklandi, Francois Holland, og forsætisráharrin í Bretlandi, David Cameron, hittust í gjár, og teir eru á einum máli um, at fyrst má ein loysn finnast í krígsherjaða Sýrialandi. Tari er eitt tilfeingi við nógvum møguleikum, millum annað til matna, og við íblástri úr londum sum Japan er áhugin fyri tara kyknaður um okkara leiðir. Umleið 265 tarasløg eru higartil skrásett í Føroyum, og fleiri teirra eru áhugaverd til matna og onnur vinnulig endamál. Vit eiga so avgjørt at gagnnýta tara í Føroyum, men ein lívfrøðiliga burðardygg framferð er avgerandi, so vit ikki skaða vistskipanina. Menning av alitøkni innan tara, er tí avgerandi fyri framburði. Hvat innihalda tarasløgini, og hvussu kunnu vit framleiða ta bestu tararávøruna Hetta eru spruningar, ið Fiskaaling og Tari Faroe Seaweed saman við øðrum eru byrjað at granska í. Endamálið er at ogna sær grunnleggjandi vitan og førleikar innan taraaling og víðari nýtslumøguleikar, og leggja lunnar undir eina lívfrøðiliga burðardygga taravinnu í Føroyum. Taraaling frá spora til borðisk er søgan um leiðina frá nøringskyknu til vælsmakkandi og innbjóðandi tara á borðiskinum. Vísindavøka á ferð 2015, skipa fyri fyrilestrum kring landið í hesum døgum, og hóskvøldið verður frilestur í Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík. Tá skal Agnes Mols Mortensen, granskari, greiða frá taragransking í Føroyum. Fyrilesturin verður klokkan 19.30 í Húsarhaldsskúli Føroya. Depilin hevur fingið samstarv í lag við UCC Nord í Danmark, og neyðugt verður ikki at fara av landinum fleiri ferðir um árið í sambandi við lesturin. Útbúgvingin verður skipað sum fjarlestur og og undirvísing á Fjarlestrardeplinum í Vági. Fjarundirvísing verður fimm vikuskifti hvørja lestrarhálvu, umframt fjarundirvísing ein dag um vikuna. Eisini verður undirvísing í Vági, har undirvísarar á UCC Nord koma á Fjarlestrardepilin. Umframt vanligu pedagogútbúgvingina, er eisini fingið samstarv í lag við UCC Nord um merit útbúgving. Tað merkir, at fólk við drúgvum royndum á barnagarðsøkinum kunnu taka pedagogútbúgving sum merit útbúgving. Hetta hevur stóran týdning fyri trivnaðin og møguleikarnar hjá fólki at støðast í oynni, sigur Dennis Holm. Hann vísir á, at útbúgvingin er ikki bert fyri suðuroyingar, men fyri fólk í øllum landinum. Tað var um eitt tíðina um náttina 25.september í fjør, at menn vóru til arbeiðis í lastini á Ilivileq, sum umskipaði frystan makrel við Eystaru bryggju í Havn. Tá ein plattur var á veg upp úr lastini, brotnaði hann, og fiskurin datt niður aftur í lastina, har Gunnar Zachariasen fekk hann á seg. Hann doyði á staðnum. Arbeiðseftirlitið hevur síðani kannað, um vanlukkan er brot á arbeiðsumhvørvislógina og kunngerðir, sum eru gjørdar sambært lógini. Tað arbeiðið er nú liðugt, og niðurstøðan og eitt tilmæli verða latin politinum í dag ella í morgin, sigur Leivur Persson, leiðari á Arbeiðseftirlitinum. Nú noyðast valevnini í útjaðaranum at tekkjast havnarborgarum, og harvið verður útjaðarin veikari. Hetta sigur fyrrverandi løgtingsformaðurin, Jógvan Ingvard Olsen, floksfelagin hjá Edmundi Joensen. Landssjúkrahúsið kann ikki uttan nakra grundgeving nokta sjúklingum at hava onkran við sær, tá tey noyðast av landinum til viðgerðar. Løgtingsins umboðsmaður hevur biðið Landssjúkrahúsið broyta siðvenju og geva sjúklingum, sum ikki fáa nakran at fylgjast við sær av landinum, skrivliga grundgeving fyri at nokta. Eg haldi, at tað er sera átaluvert, at Landssjúkrahúsið, hóast fleiri áheitanir frá Føroya Kærustovni, ikki hevur gjørt nakra roynd at bøta um hesi viðurskifti, sigur Sólja í Ólavsstovu, Løgtingsins umboðsmaður. Kærustovnurin sigur, at hann ofta hevur gjørt Landssjúkrahúsið vart við, at tað er óheppið fyri kæruviðgerðina, at avgerðirnar eru munnligar, tí tað seinkar viðgerðini. Í sendingini spæla vit standardar av plátunum Standards Vol. 1 og Vol. 2 við mest kendu og bestu jazz trio í heiminum. Keith Jarrett Trio er mannað av Keith Jarrett, klaver, Gary Peacock, bass, og Jack DeJohnette, trummur. Tað, sum, eyðkennir hesa trio, er, at teir at teir spæla so væl saman intuitivt og intimt. Teir lurta sera væl eftir hvørjum øðrum og harvið samskifta teir væl tónleikaliga. Teir bakka hvønnannan upp undir solo spælinum og úrslitið er framúrskarandi. Síðani 1985 hevur Keith Jarrett Trio útgivið 15 plátur, harav eru tær flestu konsertupptøkur ymsastaðni frá, eitt nú K ln, Tokyo, Oslo og New York City. Í kvøld hoyra vit tvær tær fyrstu pláturnar Standard Vol. 1 og 2, sum báðar vórðu upptiknar í Power Station Studio í New York í januar 1983 og komu út ávíkavist í 1983 og 1985 á týska plátufelagnum, ECM Records. Lagt til rættis Arnold Ludvig. Men løgreglan skal fyrst hava Sjóvinnustýrið at greina, hvørji lógarbrot talan kann vera um. Hetta sigur Jón Klein Olsen, varapolitikommisserur. Tað var út móti hálvgum seks fríggjakvøldið, at Carl August Arge, útróðrarmaður úr Havn, varð illa skakaður av Sam Simon. Hann var tá staddur stutt norðan fyri Hoyvíkshólm. Fleiri avhoyringar eru gjørdar í hesum málinum, og sum nevnt, so skal skiparin á Sam Simon eisini avhoyrast, tá Sjóvinnustýrið hevur sagt sína hugsan um møguligu lógarbrotini. Sam Simon er eisini meldaður fyri ein annan tilburð sunnan fyri Borðoyanes leygardagin. Men tað málið verður slept, sigur Jón Klein Olsen, tí mett verður ikki, at grundarlag er fyri at fara víðari við tí. Løgreglan miðar ímóti at koma víðari við málinum í Nólsoyarfirði seinni í hesari vikuni, sigur Jón Klein Olsen, varapolitikommisserur. Annika Olsen, uttanflokka tingkvinna, gevur nú til kennar, at hon er á veg afturíaftur, eftir at tað ikki hevur borið til at fáa fatur á henni síðani vikuskiftið. Annika Olsen fór undir heilt, tá hon í tíðindaskrivi sunnukvøldið bæði tók seg úr Framsókn og úr formanssessinum í fíggjarnevndini hjá Løgtinginum. Hon ásannaði í sama viðfangi, at avgerðirnar at lima seg inn í Framsókn og lata seg velja til formann í fíggjarnevndini ikki vóru rættar. Síðani tá hava fjølmiðlar og onnur til fánýtis roynt at fáa Anniku Olsen at útgreina tað, ið hon førdi fram í tíðindaskrivinum, ið varð sent út um vikuskiftið. Eg veit, at miðlar og onnur sita við nógvum spurningum eftir tað, sum er hent, og royna at seta søguna saman. Eg lovi at gera samrøðu, tá eg komi aftur um nakrar dagar, so svar fæst á flestu spurningar, skrivar Annika Olsen. Sirið Stenberg hevur arbeitt sum heilsufrøðingur í nógv ár, hon hevur tikið lut í felagslívinum í Vági og verið virkin í bygdarráðnum har. Royndirnar haðani tók við sær á løgtingi, og royndirnar haðani hevur hon við sær í skjáttuni, nú hon hevur sett seg handan skrivaraborðið í Heilsumálaráðnum. Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, ætlar at kanna, um íslendingar duga betur at brúka Hoyvíkssáttmálan enn føroyingar. Hann sigur í samrøðu við Vinnulívið, at er tað so, at íslendingar hava allar fyrimunir av hesum sáttmála, eiga vit at seta okkum spurningin, um vit yvirhøvur skulu hava hann. Tað tænir okkum ikki, um tað er so, at tað bara eru vit, sum lata marknaðin upp fyri íslendingum. Hetta eiga vit at fáa staðfest. Er sáttmálin ikki gagnligur fyri okkum, mugu vit seta okkum spurningin, hví vit so skulu hava hann, sigur Poul Michelsen við Vinnulívið. Hinvegin heldur nýggi landsstýrismaðurin í vinnumálum, at vit mugu vera varin við at slaka upp á kappingarelementið. Tí tað má fyrst og fremst vera dugnaskapur, ið eyðkennir okkara vinnu og handilslív. Við ferðsluljósunum vónar Landsverk, at ferðslutøpparnir fara at minka, ella at slepst heilt undan teimum. Ymsar kanningar og fyrireikingar skulu gerast, áðrenn ljósini verða sett upp. Ætlanin er at seta upp sonevnda intelligenta ferðslustýring við ferðsluljósum upp á staðnum, sum skal stýra ferðsluni, serliga tungu ferðsluni. Jupiter er í ferð við at gera seg lidnan, og Tummas T og Høgiklettur liggja við nýggja havnarlagið og bíða. Teir hava ávikavist 1100 og 700 tons. Tummas T hevur fiskað sild Frystifarmaskipið Antilla er á veg eftir 3000 tonsum til Nigeria. Teir verða her um vikuskiftið, skrivar Suðurrás. Og konsertina við 2. symfoni, The Earth Anew eftir Sunleif Rasmussen kanst tú síggja her. Ein sendari slóknaði, tá 17 dagar vóru gingnir, men hinir fýra sendararnir hava virkað eftir ætlan, sigur Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur á náttúruvísindadeildini hjá Søvnum Landsins. Bert sjey hvalir vóru í grindin, sum í augustmánaði varð rikin inn á Fuglafjørð, og tí varð avgerð tikin um ikki at halda henni til, men ístaðin seta sendarar á nakrar av hvalunum. Sambært norska havrannsóknarstovninum hava fiskifrøðingar í Noregi, Íslandi og Føroyum kannað støddina á makreli, sum norðmenn fiskaðu árini 1984 2013. Vanligt er, at broytingar eru í støðuni hjá fiski, millum annað, hvussu skjótt, hann veksur. Men hjá makrelinum er støðan heilt óvanlig. Sambært norska havrannsóknarstovninum var miðalvektin á einum átta ára gomlum makreli í 2013 tann sama sum hjá einum fýra ára gomlum í 2005. Sild og makrelur liva av somu føði í sjónum. Sildin kemur á beiti í mai. Makrelurin kemur hagar ein mánað ella tveir seinni. Er nógv sild til, kann hon longu hava etið tað mesta. Handilsvinnufelagið heldur, at Brúkaraumboðið eigur at skriva í sína vegleiðing um sølufremjandi tiltøk og tilboð, hvat orðini at búskaparlig atferð brúkarans greidliga kann avlagast veruliga merkja. Brúkaraumboðið hevur gjørt vegleiðing um grein 9 í lógini um marknaðarføring. Í sjálvari lógargreinini stendur millum annað, at týðandi upplýsingar, til dømis virðið á eykaveitingum, sum greidliga kunnu avlaga búskaparligu atferð brúkarans, mugu ikki leggjast burturímillum . Í hoyringarsvari sínum vil Handilsvinnufelagið hava við í vegleiðingina hjá Brúkaraumboðnum, hvussu orðini búskaparligu atferð brúkarans skulu skiljast, og nær hendan atferðin greidliga avlagast. Tað er, tá tann, sum hevur eitt tilboð, veit, at vøran ella tænastan í tilboðnum bara er til í avmarkaðari nøgd og vandi tí er fyri, at øll, sum vilja taka av tilboðnum, ikki fáa tað, tí útselt er. Vit tosa um milliónir av møguligum flóttafólkum, sum royna at koma til Evropa bara úr Sýria. Og fyri ikki at tala um Irak, Afganistan, Eritrea og onnur lond, segði Tusk. ES londini eru samd um at áðrenn novembermánaði er liðini hava londini sett í verk hot spots felags móttøkustøðir, fyri flóttafólk og migrantar, sum koma til Evropa, segði Donald Tusk. 1 Tað fyrsta er at lata ST flóttafólkahákommisseriatinum, Heimsmatvørustovninum og øðrum stovnum í minsta lagi eina miljard aftrat, 7,5 miljardir krónur, sum hjálp til aktuttu trupulleikarnar í nærumhvørvinum. Næsta er, at stuðla Libanon, Jordan, Turkalandi og øðrum londum at handfara sýrisku flóttafólkakreppuna, eitt nú við at lata meira til ES stuðulsgrunnin, sum hjálpir ofrum í sýrisku kreppuni. Triðja punktið er at styrkja samskiftið við Turkaland á øllum stigum, millum annað í sambandi við vitjanina hjá turkiska forsetanum í Brússel 5. oktober, fyri at styrkja samstarvið um at tálma og stýra streyminum av migrantum. Fjórða er at hjálpa londunum á vestur Balkan at handfara flóttafólkastreymin, og at tryggja skjóta og góða fyrireiking til ráðstevnu 8. oktober um rutuna á Vesturbalkan. Fimta er at økja fíggingina av ES neyðhjálpargrunninum, sum skal stuðla stabiliteti og niðurberja orsøkirnar til óvanligu migratiónina í Afrika. Tað skal gerast við meiri peningi frá ES londunum. Harumframt skal skjótast gjørligt verða tryggjað skjót og góð fyrireiking til ES Afrika toppfundin í Malta 11. og 12. november, fyri at fáa góð framstig. Sætta er at handfara dramatisku støðuna við uttaru landsmørkini í ES og at styrkja uttaru mørkini í ES. Eftirlitið við uttaru mørkini í ES skal styrkjast millum annað við at lata meiri pening til marknaðliðsfelagssskapin, Frontex, er evropoeiski stovnurin, sum hevur fólkaflyting um hendi, asylfelagsskapin, Easo, og løgreglusamstarvið, Europol, og við starvsfólki og útgerð frá limalondunum. Sjeynda punktið er at stuðla handfaringini í frontlinju londunum. Millum annað skulu ES londini í frontlinjuni fáa hjálp frá felagsskapum, stovnum og øðrum ES londum fyri at tryggja, at móttøkustøðir sonevndu hot spots, fáa fingramerki frá migrantum og fáa identificerað og skrásett teir, og samstundis skal skipast fyri flyting og heimsending innan novembermánaði er liðin. Fíggingin av ES neyðhjálpargrunninum fyri asyl, integratión og migratión skal økjast og tað skal fíggingin av Grunnurin fyri innanhýsis trygd eisini. Hesin grunnurin stuðlar handfaringini av uttaru landamørkunum í ES. Tað verður Carnegi Investment Bank, sum skal standa fyri søluni av lánunum, ið danska vinnulívsdeildin hjá BankNordik hevur veitt vinnuni í Danmark. Í fráboðan frá BankNordik stendur, at tað hevur alstóran týdning fyri bankan, at keyparin er førur fyri at bjóða kappingarføran prís, og samstundis skal hann verða áhugaverdur partnari hjá kundunum í bankanum. Tað hevur stóran týdning, at vinnulívskundarnir í BankNordik kunnu varðveita sambandið við kundaráðgevan, eisini eftir søluna, sigur Árni Ellefsen, stjóri í BankNordik. BankNordik fer í framtíðini at leggja størri dent á føroyska og grønlendska marknaðin og danska privatkundamarknaðin, stendur í fráboðanini. Formaðurin í Javnaðarflokkinum góðkennir, at næstformaðurin í Javnaðarflokkinum hevur tvey almenn størv og tekur ímóti tveimum almennum lønum samstundis. Aksel V. Johannesen, sum eisini er løgmaður, verjir seg við, at soleiðis er skipanin nú einaferð. Tí mugu vit virða, at veljarin hevur talað og valt sama persón til fleiri størv, sigur Aksel V. Johannesen. Landssjúkrahúsið kann ikki uttan nakra grundgeving nokta sjúklingum at hava onkran við sær, tá tey noyðast av landinum til viðgerðar. Løgtingsins umboðsmaður hevur biðið Landssjúkrahúsið broyta siðvenju og geva sjúklingum, sum ikki fáa nakran at fylgjast við sær av landinum, skrivliga grundgeving fyri at nokta. Eg haldi, at tað er sera átaluvert, at Landssjúkrahúsið, hóast fleiri áheitanir frá Føroya Kærustovni, ikki hevur gjørt nakra roynd at bøta um hesi viðurskifti, sigur Sólja í Ólavsstovu, Løgtingsins umboðsmaður. Kærustovnurin sigur, at hann ofta hevur gjørt Landssjúkrahúsið vart við, at tað er óheppið fyri kæruviðgerðina, at avgerðirnar eru munnligar, tað seinkar viðgerðini. Men hóast niðurstøðan í hesum eina kærumálinum verður tikin til eftirtektar, tí Landssjúkrahúsið viðurkennir, at talan rætt og slætt var um eitt mistak, so fer Johnny í Grótinum, stjóri á Landssjúkrahúsinum, ikki at broyta siðvenjuna við munnligum grundgevingum. Ein hýruvognsførari hevur fingið 5.000 krónur í bót fyri at hava vakmyndatól í hýruvogninum og fyri at leggja upptøkur frá tí á Facebook. Málið byrjar við, at Dátueftirlitið fekk frænir av, at nakrir hýruvognsførarar ella nakrar bilstøðir ætlaðu at seta vakmyndatól í forrútin á hýruvognunum. Tólini skuldu gera upptøkur av ferðsluni og øðrum framman fyri hýruvognin. Dátueftirlitið vendi sær til hýruvognsstøðirnar og allar hýruvognsførararnar og gjørdi vart við treytirnar í lógini um persónsupplýsingar, og Dátueftirlitið skal hava fráboðan um øll vakmyndatól. Dátueftirlitið vísti eisini á, at eitt vakmyndatól í forrútinum á einum bili kann vera brot á lógina um forboð fyri privatari eftiransing. Dátueftirlitið heitti á støðirnar og hýruvognsførararnar um at siga frá, um teir høvdu vakmyndatól, ella høvdu ætlanir um at fáa sær vakmyndatól í hýruvognin. Tá allir hýruvognsførarar høvdu svarað, vísti tað seg, at tað var bara tann eini hýruvognurin, sum hevði vakmyndatól. Hesin hýruvognsførarin varð síðani biðin um at boða Dátueftirlitinum frá um vakmyndatólið. Men tað gjørdi hann ikki. Tí fekk Dátueftirlitið ikki høvi til at viðgera málið og staðfesta, um talan var um lógliga ella ólógliga viðgerð av persónsupplýsingum. Dátueftireftirlitið meldaði hýruvognsføraran til politiið og vísti fútanum á, at hýruvognsførarin hevði ein profil á Facebook, har hann hevði lagt upptøkur frá vakmyndatólinum í bilinum. Barnaútvarpið fer alla hesa vikuna at senda um hvat tey gera hjá skótunum. Fram um alt læra tey, at ein skóti altíð skal vera til reiðar at hjálpa. Barnaútvarpið fer alla hesa vikuna at senda um hvat tey gera hjá skótunum. Fram um alt læra tey, at ein skóti altíð skal vera til reiðar at hjálpa Barnaútvarpið fer alla hesa vikuna at senda um hvat tey gera hjá skótunum. Fram um alt læra tey, at ein skóti altíð skal vera til reiðar at hjálpa. Barnaútvarpið fer alla hesa vikuna at senda um hvat tey gera hjá skótunum. Fram um alt læra tey, at ein skóti altíð skal vera til reiðar at hjálpa. Skrubb er eitt evarska lítið djór, sum festir seg á húðina hjá fólki. Viðkomandi, sum fær lítla djórið á seg, fær útslett og ein øgiligan skriða. Orsøkin til at vit verða ávarað og kunnað um skrubb júst nú er tann, at ein ella fleiri tilburðir eru staðfestir á onkrum føroyskum stovni, og so velja heilsusystrar at reagera alt fyri eitt og kunna um skrubb, sigur Jenis av Rana, kommunulækni. Skrubb er lætt at viðgera, tí tú smyrt teg við einum kremi, Nix, og aftan á eini 10 tímar eigur djórið at vera deytt, sigur Jenis av Rana, sum var í Góðan Morgun Føroyar og fortaldi um skrubb. Borgarstjórarnir í Sandoyar sýslu, tað erfyri Skúgvoy og Sandoy, hava sett Randarsól Kristiansdóttir í starv sum leiðara fyri Økistænastuni í sýsluni. Hon tekur við eftir Ásu Davidsen, sum fyri tveimum mánaðum síðani segði seg úr starvi. Hesa tíðina hevur Jóhanna Reinert Hansen røkt starvið. Randarsól Kristiansdóttir hevur millum annað útbúgving heilsrøktari, og hon hevur eisini skeið í leiðslu. Hon hevur eitt skifti arbeitt sum leiðari á ellis og røktarheimi í Danmark. Øll landsstýrisfólkini, roynd sum óriynd, eru stødd norðuri við Gjógv til seminar, har tey skulu setast inn í dagligu mannagongdina í ymisku ráðunum, sum landsstýrisfólkini umsita. Serliga er tað fyrisitingarlógin og lógin um ábyrgd landsstýrismanna, sum skal terpast. Í morgin er setningurn meira politiskur, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður At byrja við keypti virkið frystan tosk úr Noregi, sum var lættsaltaður. Men tað gekk heldur striltið at fáa veruliga gongd á, og í summar var goymslan full. Tí bar ikki til at virka meiri. Vit eru komin um tað ringasta, og nú er bert ein spurningur at fáa nóg mikið av fiski, so tað verur støðugt arbeiði á virkinum, sigur hann. Greinin heldur fram niðanfyri. Fyrr í mánaðinum lótu onnur 109 lív og 400 vóru løstað, tá ein krani koppaði niðuryvir stóru fjøldina beint við heilagu moskuna í Mekka, ið er størsti halgistaðurin hjá muslimum um allan heim. Fleiri ógvusligar deyðsvanlukkur hava áður verið í Mekka í sambandi við pílagrímsferðir, men seinastu árini hava broytingar í infrakervinum og betri trygd í og rundan um Mekka gjørt, at eingin stór vanlukka hevur verið frá 2006 til 2015. Uppskotið hevur til endamáls at broyta lógina so, at samkynd eisini skulu kunna ganga saman í borgarligt hjúnarlag. Og sum skilst, er talan um neyvt sama uppskot, sum Bjørt Samuelsen, Rigmor Dam og Poul Michelsen í seinastu tingsetu løgdu fram. Fýra tingkvinnur eru saman um hetta uppskotið. Tær eru Sonja Jógvandóttir, sum er uttanflokka, Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi, Kristianna Winther Poulsen úr Javnaðarflokkinum og Hanna Jensen úr Framsókn. Løgtingsskrivstovan kannar nú løgfrøðiliga uppskotið um broytingar í hjúnarbandslógini, og væntandi verður tað lagt fyri løgtingið fyrst í næsta mánaði. Hjálmar spælir høvuðsleiklutin sum Kristian Dýrindal Joensen, sum kemur úr París í føðingardag hjá pápa sínum, ein pápi sum hevur misbrúkt seg og systrina Linda. Nú ynskir Kristian at siga sannleikan og bjarga systkjunum. Hjálmar Dam hugleiddi í Góðan morgun Føroyar um leikin, móttøkuna hann hevur fingið, orsøkina til, at leikurin er so væl vitjaður og hví, ið hann er so væl vitjaður. Sámal Clementsen var postmaður í Havn alt sítt arbeiðslív, men fekst við so mangt annað eisini. Dámdi væl í báti, óførur grindamaður og grovur flettari. Pápin Hans var av Syðradali á Kallsoynni, har Sámal varð føddur. Mamman Petra var úr Leirvík. Tey búðu eitt skifti á Syðradali, men áttu hús í Havn og fluttu aftur til Havnar. Ein summardag í 1941 gekk pápin burtur við báti sjálvur annar. Hetta broytti umstøðurnar í heiminum í Jónas Broncksgøtu, har mamman sat einsamøll eftir við fýra børnum. Sámal er uppvaksin í Jónas Broncksgøtu í Havn. Har á leiðini vóru nógv javngomul børn. Bretar bygdu ein stóran barakkbý eystanfyri gøtuna, og bretsku hermenninir blivu partur av gerandisdegnum. Stundum skutu teir úr hvørjum kjallara eftir týskum flogførum. Longu sum smádrongur hjálpti Sámal til í Smæruni sum býdrongur og við fletting. Eftir skúlan fór Sámal at arbeiða hjá Balslev, síðani til skips við trolara og slupp, og í 1949 var hann jólahjálp á posthúsinum. Hann fekk skjótt fast starv og var har í 51 ár. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, løgtingskvinna fyri Fólkaflokkin, heldur tað vera ábyrgdarleyst at bíða við tunlunum Norður um Fjall til 2021, sum ásett er í langtíðaríløguætlanini. Teir eiga at verða framskundaðir, tá hugsað verður um trygdina og øktu ferðsluna, sigur hon. Hon spyr, um landsstýrismaðurin fer at kanna, hvussu nógv bíligari tað er hækka og breiðsla verandi tunlar Norður um Fjall heldur enn at byggja nýggjar, so tað verður møguligt fíggjarliga at fara undir arbeiðið fyrr. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir vísir á, at løgtingsins rættarnevnd var í Sveis í 2013 og kunnaði seg um møguleikarnar at hækka og breiðka tunlar, í staðin fyri at byggja nýggjar. Upplýst varð, at tað er bíligari at breiðka og hækka tunlar, men tað eru ymisk viðurskifti í hvørjum einstøkum føri, sum ávirka, millum annað hvussu nógva tímar arbeiðast kann um samdøgrið. Hon spyr eisini Henrik Old, um hann hevur nakrar ætlanir um at gera nakað við trygdina í tunlunum, millum annað at seta bummar uttanfyri, samskifti í tunlunum, tá neyðstøða er, og útgerð til sløkkiliðini í tunlunum. Tað er harðført á Sandsvág, serliga tá vindurin er vestaneftir, og tí er neyðugt at gera fleiri royndir, áðrenn endalig avgerð verður tikin um at ala á vágni. Í fjørvetur gjørdi felagið royndir við einum aliringi á Sandsvág. Ringurin varð lagdur út í november í fjør, 0,3 fjórðingar eystur úr grótkastinum við havnina. millum annað kannaði Fiskaaling aldu og streymviðurskiftini. Ætlanin var at seta fisk út í vár, men av tí at endaliga loyvið ikki kom fyrr enn í apríl, varð tann royndin av ongum, sigur Hans Jákup Mikkelsen. Tí er avgerð tikin um at gera fleiri royndir í vetur, millum annað skal greiði fáast á, hvør nót er best at brúka í ringunum. Ætlanin er at leggja tveir ringar út á Sandsvág í vetur, sum skulu hava hvør sína nót. Og so skulu kanningar gera av, hvør nót er best at brúka. Essa Petersen, sum dyrkar røtur, og Katrin Petersen, leiðari fyri Vakstrarætlan Sandoy, manna grøna borðið. Á telefonlinjuni er Eva í Dímun, sum millum annað dyrkar røtur og garvar skinn. Tey siga frá royndum sínum, og vísa á, at tað má vera lættari at fáa hendur í jørð, sum ikki verður gagnnýtt. Harafturat eigur landið at lata ein byrjanarstuðul ella bøta fíggingarmøguleikarnar. Tey halda eisini, at føroyingar kunnu dyrka nógv meiri av eplum, rótum, rabarbum og grønmeti vørur, sum vit í dag keypa úr útlondum. Fótbóltsspælið FIFA telist millum best umtóktu spølini til Playstation, Xbox og teldur. Á midnátt høvdu eitt nú Expert og Elding í Havn opið, tá spælið kom út, og uttanfyri bíðaðu ein rúgva av fólki, sum vildu ogna sær nýggjastu útgávuna av spælinum. Teirra millum vóru 16 ára gamli Tóki og 15 ára gamli Rani, sum høvdu leitað sær av Tvøroyri til Havnar av somu orsøk. Báðir hava teir stórar vónir til FIFA 2016. Mær dámar væl, tá fólk sjálvi føla eina trongd til at fara upp í politikk. Soleiðis var tað hjá mær og tí skyldar Javnaðarflokkurin mær ikki nakað, sigur Rigmor Dam. Hon er annars útbúgvin lærari, hevur arbeitt í Miðlahúsinum í nógv ár, hevur verið virkin kjakari í Kringvarpinum og arbeitt sum kunningarfólk hjá Starvsmannafelagnum, áðrenn hon fór upp í politikk. Landssjúkrahúsið hevur fingið avtalu í lag við Ríkissjúkrahúsið, so serlæknar í krabbameini frá næsta mánaði fara at arbeiða í Føroyum tveir dagar um vikuna. Avtalan fer at gera, at vit kunnu minka talið av krabbasjúklingum, sum verða sendir til Danmarkar í viðgerð, eina helvt, sigur hann. Við avtaluni verður eisini møguligt at byggja upp førleikar í krabbameinsserfrøði millum føroysku starvsfólkini, heldur sjúkrahússtjórin. Johnny í Grótinum sigur við kvinna.fo, at avtalan við donsku serlæknarnar fer at virka nú í oktober, og at landssjúkrahúsið miðar eftir at fáa bíðitíðina, sum nú er, at vera burtur um ársskiftið. Málið varð meldað til løgregluna mikudagin í farnu viku. Síðani er SSP komið upp í málið, og tí samstarvinum er løgreglan ein partur av. Mamman at happaðu gentuni helt, at tað gekk ov seint at fáa málið loyst, og tí skrivaði hon og legði myndir út á facebook um vikuskiftið. Málið varð nógv umrøtt teir fyrstu dagarnar í vikuni. Síðani hevur eingin verið at hitt, men sum skilst, er gongd í málinum, og tað er um at koma undir land. Almenni setanarpolitikkurin var settur til viks, tá ið nýggjur økisleiðari var settur fyri økistænastuna í Sandoyar sýslu. Tað heldur felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar. Orsøkin er, at fleiri sjúkrarøktarfrøðingar søktu starvið, og tær eru ónøgdar við, at ein við styttri útbúgving hevur fingið starvið. Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar hevur heitt á limirnar, sum søktu starvið, um at fáa útgreinaða grundgeving, og so ætlar felagið sær víðari við málinum. Sambært felagnum hava sjúkrarøktarfrøðingar einki umboð havt í setanarbólkinum, og álitisumboðini hava ikki fingið svar uppá fyrispurningar sínar. Málið varð meldað til løgregluna mikudagin í farnu viku. Síðani er SSP samstarvið komið upp í málið, SSP er samstarv millum skúlar, sosialar myndugleikar og politiið. Mamman at happaðu gentuni helt, at tað gekk ov seint at fáa málið loyst, og tí skrivaði hon og legði myndir út á Facebook um vikuskiftið. Full mánamyrkingin er frá klokkan 3.11 til klokkan 4.23, og síðani minkar hon aftur fram til klokkan 5.27, tá mánamyrkingin er av á hesum sinni. Mánamyrking hendir, tá fullmáni er, men hesaferð er fullmánin ikki hvør sum helst. Mánamorgunin er talan um ein super mána. Supermáni er, tá tíðin fyri fullmána fellur saman við tíðini, tá mánin er nærmast jørðini í síni umferð um hana. Skuggin frá jørðini forðar ikki hesum ljósi, og tí síggja vit mánan meðan mánamyrkingin er, men nú síggja vit hann í appilsingulum og reyðum sólar ljóslitum. Hetta, tí at mótstøðan móti tilflytarum er høvuðsmálið, og týdningarmikil liður í at skaffa nýggjar limir til hesi umhvørvi. Tað sigur stjórin fyri norsku Fregnartænastani, Benedicte Bjørnland. Økist stríðið við høgravíðgongdu bólkarnar kann tað elva til móttiltøk og ógvusligar samanbrestir millum høgra og vinstravíðgongd. Hóttanin frá víðgongdari islamismu kemur fyrst og fremst frá persónum, sum eru føddir og uppvaksnir í Noregi, og sum eru radikaliseraðir í Noregi. Fyribils metur stjórin fyri Fregnartænastuna, tað vera lítið sannlíkt, at felagsskapir, sum ISIL ella Al Kaida, brúka norska asyl stovnin til at fáa yvirgangsfólk til Noreg. Men upp á sikt er møguleiki fyri, at onkur einstakur asylsøkjari kann gerast yvirgangshóttan móti Noregi, skrivar stjórin fyri norsku fregnartænastani, Benedicte Bjørnland, í tíðindabrævi. Eitt samt býráð hevur avgjørt, at tað verður Tórbjørn Jacobsen, sum avloysir Magnus Rasmussen, borgarstjóra, sum leggur frá sær 1. januar 2016, nú hann er valdur inn á Føroya Løgting. Tórbjørn Jacobsen varð fyrstu ferð valdur í Runavíkar býráð á valinum í 2012 og hevur hetta skeiðið verið varaborgarstjóri og formaður í Teknisku nevnd. Nú, Tórbjørn Jacobsen verður borgarstjóri, fer hann í farloyvi sum havnameistari við Runavíkar havn. Eitt samt býráð hevur eisini gjørt av, at nýggjur varaborgarstjóri verður Helgi L. Petersen, skrivar kommunan á heimasíðuni Hendrik Old hevur verið í politikki síðani 1984. Hann hevur havt fýra ymsar formenn í flokkinum, sum allir hava roynt seg sum løgmenn. Sjálvur hevur hann bara verið tingmaður hesi 31 árini, men fer hann at royna seg sum landsstýrismaður fyri fyrstu ferð. Sambært henni kunnu námsfrøðingar og onnur, sum arbeiða við børnum, vera við til at fyribyrgja happing longu tá børnini eru rættiliga smá. Eitt, sum hevur eina ávirkan, er, at børnini síggja myndatalvur við ymiskum støðum, har tað verður happað. Síðani verður tosað um tað, sum fer fram á myndini, og hvat børnini skulu gera í eini slíkari støðu, sigur Signe Marie Bøgeskov. Tað vísir seg, at tann, tú nertur við, happar tú ikki, og tí er ein máti at fyribyrgja happing at brúka eina sokallaða massasjuætlan, sigur Signe Marie Bøgeskov. Í dag er ráðleggingardagur á Dagstovninum á Velbaðstað, har námsfrøðingar frá tilsamans fimm dagsstovnum í Tórshavnar kommunu fáa ráð um, hvussu happing kann fyribyrgjast. Tað er í hesum sambandi, at Signe Marie Bøgeskov er komin til Føroya at halda skeið. Vit viðgera fýra sera ymiskar spurningar til panelið. Fyrsti spurningurin er í stuttum, um til ber at liva í Føroyum í dag uttan atgongd til teldu og internet. Eisini taka vit fatur í mammurnar, ið skulu læra víðari á gamalsaldrinum, vit umrøða tað at generalisera at seta fólk í bás, alt eftir hvaðan tey eru, og vit enda við einari damu, ið er í so glað fyri at fáa likes á facebook. At svara hesum spurningunum, eru tveir royndir og ein spildurnýggjur luttakari. Ása Andreasen og Hallelujasofus eru nærum fast inventar í sendingini, og nýggj við mikrofonina er Malla Dam. Stór stuðlskonsert verður sunnudagin í Hoyvíkshøllini, sum felagsskapurin Kris skipar fyri. Ágóðin frá konsertini fer óskerdur til ætlanina hjá Kris at fáa hús til kynsliga misnýtt fólk Tað transhumana menniskjað er eitt menniskja, sum fer útum tað, sum vit siga menniskjað at vera í dag. Framkomin tøkni ger, at vit kunnu endurskapa og bøta um menniskjuna, so hon kann liva longri og betri. Tøknin ger so eisini tað, at vit draga komandi ættarlið uppá tráð, tá vit fara inn og broyta arvastrongin hjá tær og mær. Og so kemur spurningurin, um vit hava nakra etiska skylduna móti teimum menniskjunum, sum ikki enn hava sæð dagsins ljós Jógvan D. Hansen, lærari í filosofi, sigur frá. Og stafettina hevur Karen Elkjær Abrahamsen. Finaluumfarið verður spælt í Bulgaria frá 22.oktober til 25.oktober. 22.oktober Kolumbia Føroyar 23.oktober Føroyar Usbekistan 24.oktober Føroyar Kap Verde 25.oktober Føroyar Tahiti 18 leikarar eru úttiknir Niklas Simonsen VÍF Áki Egilsnes VÍF Julian Olsen VÍF Sjúrður Olsen VÍF Hanus Christophersen VÍF Helgi H. Hoydal H71 Tróndur Arge H71 Pætur Thomsen H71 Jónas G. Djurhuus H71 Tóraldur Kollsker H71 Kjartan Johansen STÍF Allan Norðberg STÍF Pætur Johansen STÍF Jan Pauli T. Johannesen Neistin Rói B. Hansen Neistin Fríði H. Weyhe KÍF Hjalte Bachman Kyndil Eirikur Simonsen ÍF Føroyar Sambært kanningini er portal.fo mest brúkti talgildi tíðindamiðilin í Føroyum, in.fo er nummar tvey, kvf.fo nummar trý og vp.fo nummar fýra. Tá fólk vórðu spurd, hvussu tey fingu tíðindi, svaraðu 78 prosent útvarp, 76 prosent brúka telduna og 70 prosent sjónvarp. 47 prosent brúka fartelefonina og 44 prosent bløðini. Fólk vórðu so eisini spurd, hvørji tíðindi, tey ikki kunnu liva fyri uttan. 34 prosent svaraðu teldan og 29 prosent útvarp. Og bara tvey prosent kunnu ikki vera tíðindini í bløðunum fyri uttan. Støðan hevur staðið við og versnað seinastu árini. Sjúkrarøktarfrøðingar rýma undan arbeiðsbyrðuni. Hetta eru fólk við drúgvum arbeiðsroyndum, sigur Óluva í Gong, forkvinna í felagnum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum. Nýggi sjúkrahússtjórin, Johnny í Grótinum, lovar bót og bata á deild. Fleiri sjúkrarøktarfrøðingar verða settir á medisinsku deildini B6. Setanarsamrøður eru longu byrjaðar. Fyri aðru ferð er Bakkafrost kosin ársins føroyska fyritøka vinnudagin, sum var í gjár. Bakkafrost var eisini ársins virki í 2009. Fyritøkan í Gøtu hevur ment ein hitavekslara, sum endurnýtir hita úr heita vatninum undan brúsum til at hita kalda vatnið, áðrenn tað rennur aftur í ketilin. Fyritøkan í Gøtu hevur ment ein hitavekslara, sum endurnýtir hita úr heita vatninum undan brúsuni til at hita kalda vatnið, áðrenn tað rennur aftur í ketilin. Hitavekslarin er longu settur upp í svimjihyljunum í Havn og á Skála, men fyritøkan ætlar sær meira, sigur Heri Scwartz Jacobsen, sum hevur uppfunnið skipanina. Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum, sigur, at partarnir avtalaðu, hvussu samráðingarnar skulu skipast. Fyribils eru fimm dagar settir av til samráðingarnar. Um hálvan juni læt Starvsmannafelagið Lønardeildini síni krøv. Tá varð eisini avtalað, hvussu samráðast skuldi. Ætlanin var at byrja 26.august. Fyri ta tíð verður eingin nýggjur sáttmáli gjørdur millum Starvsmannafelagið og Lønardeildina, tí næsti fundurin verður ikki fyrr enn fríggjadagin 2. oktober, sigur Selma Ellingsgaard. Ætlanin er at bera skjótt at við at fáa samráðingarnar avgreiddar, tí allir avtalaðu fundardagarnir eru í oktober, sigur Selma Ellingsgaard. Meginfelag teirra, ið bera brek, ger nú vart við, at TAKS má arbeiða víðari við at fáa nýggju talgildu sjálvgreiðsluna, sum kallast Borgaragluggin, at vera atkomilig hjá øllum borgarum í Føroyum. Tóra við Keldu er forkvinna í MBF, Meginfelag teirra, ið bera brek. Millum annað skal greiði fáast á, hvat Landsbankin skal gera. Tað arbeiðið byrjar alt fyri eitt, og tá tað er liðugt, verður uppskot lagt fyri løgtingið um at endurstovna landsbankan, sigur Kristina Háfoss. Danski uttanríkisráðharrin fer ikki at leggja seg út í fiskiskapin hjá nótaskipinum Asbjørn Senior í Afrika. Privatar fyritøkur hava sjálvar ábyrgdina av sínum gerðum, sigur Kristian Jensen, uttanríkisráðharri, í svari til Uttanríkisnevndina hjá fólkatinginum. Uttanríkisráðharrin fekk ein spurning um fiskiskapin hjá Asbjørn Senior, tí hann var sagdur at vera brot á altjóða lóg, tí fiskað er í sjónum hjá Vestursahara, sum Marokko hevur hersett. Ráðharrin varð biðin um at steðga Asbjørn Senior. Tað ger ráðharrin ikki. Hann svarar, at danska stjórnin mælir donskum fyritøkum og almennum stovnum frá at gera nakað, sum kann skaða fólkið í Vestursahara og áhugamál tess, so sum náttúruríkidømi. Ráðharrin ger tó vart við, at eingi altjóða tiltøk eru sett í verk viðvíkjandi Vestursahara. Emhamed Khadad, umboð fyri saharawisku stjórnina hjá Vestursahara í útlegd, skrivaði tann 10.juli til Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, og Alex N. Vilhelm, stjóra í Ocean Group Faroes, sum átti Asbjørn Senior, áðrenn hann varð seldur til Belis í juni. Í brævinum biður Emhamed Khadad teir báðar síggja til, at fiskiskapurin hjá Asbjørn Senior heldur uppat, tí hann er ólógligur. Alex N. Vilhelm í Ocean Group Faroes sigur í tíðindaskrivi í dag, at Asbjørn Senior fiskaði við loyvi frá móritansku myndugleikunum og fór ongantíð út um markið hjá Móritania. Skipið breyt ongar reglur, sigur Alex N. Vilhelm, Hon er av Skála og hann er av Leynum, men tey møttust eitt Hugnakvøld í Kollafirði fyri skjótt 25 árum síðani, og har eru tey eisini búsitandi í dag. Heima á Kjalnesi hava tey eitt musikkrúm, har tey hugna sær og venja til tiltøk og harmonikufestivalar í bæði Føroyum og í Danmark, og í hesi sendingini spæla og syngja Jóhanna og Terji eisini live í studio 5. Klokkan ein minutt í seks hókvøldið vóru boð eftir sjúkrabili í Havn, tí ein kvinna small um við tjaldingarplássið Yviri við Strond í Havn. Sambært politinum var kvinnan 67 ára gomul og útlendsk. Hon var á rundferð við Norrønu og kom til Havnar av Seyðisfirði klokkan trý seinnapartin hósdagin og skuldi víðari til Hanstholm hóskvøldið. Politiið veit ikki, um tað er eydnast at boða øllum teimum avvarðandi hjá kvinnuni frá, so tí ber ikki til at siga enn, úr hvørjum landi kvinnan var. oliti ið Tann fyrri er Grinda Blues við Johnny Hansen, og tann seinni, ið roynir seg gjøgnum Nálareygað, er She s Been Running Since 91 við Leif Andersen. Í nevndini eru Jógvan Skorheim, borgarstjóri, Gunvá við Keldu, býráðslimur, Kinga Eysturland, Jean Gudjonsson, Rainer Latupeirissa, Sadiqull Patawary og Catherine Steinberg. Uppgávan hjá nevndini verður at leggja fram dagføringar, avbjóðingar og onnur viðkomandi viðurskifti á regluligum fundum við umboð fyri kommununa. Og endamálið við nevndini er at geva tilflytarum eitt hóskandi umboð og ein formligan møguleika at samskifta trygt við kommununa, samstundis sum kommunan javnan fær dagførda vitan um økið. Eisini greiða Bjarni Petersen og Kristina Clementsen frá, hvussu tað var at vera ein av teimum yngstu á uppstillingarlistanum til løgtingsvalið. Á Vísindavøkuni í gjárkvøldið varð heiðurslønin fyri at duga framúr væl at miðla gransking latin Boga Hansen, professara í havfrøði. Tað er alt annað enn lætt at greiða frá gransking, so øll fata tað, tí evnini mangan eru bæði umfatandi og torskild. Tað skulu tí serligir førleikar til at miðla gransking alment. Í grundgevingunum verður sagt, at Miðlaheiðursløn Granskingarráðsins 2015 verður latin Boga Hansen, tí hann á fyrimyndarligan hátt lýkur tey trý krøvini til heiðurslønina, sum eru, at miðlingin er á høgum stigi til ein breiðan skara, at íkastið økir fatanina av gransking í samfelagnum og, at talan er um fangandi og kjakkveikjandi miðling. Bogi Hansen skrivaði í 2000 bókina Havið og í 2011 Veðurlagsbroytingar . Í 2001 fekk Bogi Hansen Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir fyri bókina Havið . Tølini hjá ríkisløgregluni, sum ganga aftur til 6. september, skulu sambært løgregluni sjálvari takast sum eitt absolutt minstatal tað kann vera nógv hægri. Í gjár roknaði ríkisløgreglan við, at okkurt um 700 flóttafólk og tilflytarar vóru komin inn í landið síðsta samdøgrið. Sambært metingunum hjá løgregluni eru umleið 800 fólk komin til Danmarkar um dagin seinastu vikurnar. Tað, sum farið er av hesum mánaðinum, eru fleiri túsund fólk komin um danska markið úr Týsklandi. Tey flestu fara víðari, millum annað til Svøríkis og Finnlands. Bara ein lítil partur hevur biðið um friðskjól í Danmark Fleiri enn fimm milliónir veljarar í spanska landspartinum Katalonia skulu í dag velja 135 umboð í lokala tingið. Men lokalvalið hevur broytt seg til eina fólkaatkvøðu um loysing frá Spania. Sitandi stýri í Katalonia við Artus Mas úr CDC flokkinum á odda hevur boðað frá, at vinna tey valið, so er ætlanin at taka loysing innan 18 mánaðir. Hetta er ikki fyrstu ferð, at Katalonia roynir at loysa frá Spania. Í fjørheyst royndi lokala stýrið at halda eina fólkaatkvøðu, men stjórnin í Madrid segði kortanei. Tí bleiv ein sjálvboðin fólkaatkvøða hildin, og tá var stórur meiriluti fyri sjálvstýri millum teir tvær milliónir veljararnar, ið nýttu høvið at siga sína hugsan. Hóast lokalvalið í dag verður gjørt til ein spurning um loysing, so hevur stjórnin í Madrid tó longu gjørt greitt, at hon góðtekur ikki nakra fráboðan um sjálvstýri. Sambært sponsku stjórnarskipanini skal ein tílík avgerð takast av øllum tí spanska fólkinum og ikki bara fólki í Katalonia. Veljararkanningarnar undan lokalvalinum ídag hava víst, at tað stendur á jøvnum millum tey loysingarsinnaðu og tey sambandssinnaðu. Men sambært nýggjastu kanningunum fáa tey loysingarsinnaðu tepran meiriluta. NAFO er millumtjóða fiskiveiðifelagsskapur fyri útnyrðingspartin av Norðuratlantshavinum. Í NAFO luttaka Føroyar saman við Grønlandi undir heitinum Danmark vegna Føroyar og Grønland. Fimm ár eru liðin síðani toskaveiða aftur varð loyvd á Flemish Kap, og stovnurin verður mettur at vera væl fyri. Seinastu kanningarnar hava tó víst eina ávísa niðurgongd í tilgongdini og eitt ov høgt veiðitrýst. Mett verður tí, at farast skal varliga fram við umsitingini av stovninum. Samtykt varð, at heildarkvotan skal verða 13.931 tons bæði í 2016 og 2017. Føroyar eiga 22,35 av heildarkvotuni. Sostatt verður føroyska toskakvotan á Flemish Kap 3.114 tons í 2016 og 2017. Tað eru 31 tons meira enn kvotan í ár. Umframt toskakvotuna hava Føroyar tvær smáar kvotur av svartkalva og kongafiski. Heildarkvotan fyri svartkalva varð lækkað við 5 . Føroyska kvotan verður sostatt 189 tons. Kongafiskakvotan er 69 tons. Orsakað av vánaligu støðuni í rækjustovninum á Grand Bank verður heldur ongin veiða loyvd komandi ár. Veiðibannið kom í gildi í 2015, og er galdandi bæði í kanadiskum sjóøkið og í altjóða sjógvi. Á fundinum gjørdu Føroyar vart við, at hóast ongin fiskiskapur verður, so mótmæla Føroyar framvegis býtið av rækjum á Grand Bank, tað er NAFO øki 3L. Tað var eitt Fokker Friendship flogfar hjá Íslenska flogfelagnum Icelandair, sum henda leygardagin, fyri 45 árum síðani, kom úr Reykjavík um Bergen til Føroyar við 30 ferðafólkum og 4 manningarfólkum. Flogfarið náddi ikki flogvøllin, men uppi á Knúki, væl omanfyri Mykinesbygd, hendi tað, sum broyttti gerandisdagin hjá mongum. klokkan10.57 misti flogvøllurin sambandi við flogfarið. Tey vóru 8, sum lótu lív henda sorgardag á Knúki Martin Holm, 60 ár, Tórshavn. Vilda Petersen, 56 ár, Vestmanna. Ernst Petersen, 52 ár, Glyvrar. Sofus Jacobsen, 52 ár, Klaksvík. Hans Jacob Joensen, 50 ár, Klaksvík. Bjarni Jensson, 45 ár, Reykjavík. Hann var skipari á túrinum Gunleiv Durhuus, 35 ár, Klaksvík. Brynleif Hansen, 33 ár, Vatnsoyrar. Fyri fimm árum síðani, tá 40 ára dagur var, var minnispláta sett upp á Knúki. Tá greiddi Reðin Leonson, sum vegna politiið stóð fyri bjargingararbeiðinum eftir vanlukkuna, millum annað soleiðis frá. Ljóðbrotið Tey 17 fólkini fimm kvinnur, fimm børn og sjey menn druknaðu, tí tey sluppu ikki út úr stongdu kahyttini á bátinum. Sambært altjóða tíðindastovunum vóru øll ættað úr Sýria. 20 onnur, sum vóru á dekkinum á bátinum, bjargaðu lívinum við at leypa í havið og svimja innaftur móti turkisku strondini. Sambært tíðindastovunum vóru tey øll í bjargingarvestum. Mett verður, at okkurt um 300.000 fólk, flóttafólk og migrantar, hava tikið túrin úr Turkalandi til Grikkalands higartil í ár. Samstundis sum flóttafólkastreymurin úr Sýria heldur fram, so royna framvegis nógv flóttafólk úr Norðurafrika at vinna vegin tvørtur um Miðjarahavið til Evropa. Roknað verður við, at okkurt um ein hálv millión fólk eru komin til Evropa í ár, nógv teirra umvegis vandamiklu leiðina tvørtur um Miðjarahavið í lítlum, vánaligum bátum. Fronsk stríðsflogfør hava í september mánað javnan flogið yvir Sýria fyri at savna upplýsingar um, hvar felagsskapurin IS heldur til. Bumbuálopið skal vera prógv um okkara vilja at berja niður yvirgangshóttanina frá IS, sigur franski forsetin í fráboðan. Samstundis mælir Frakland til at funnin verður ein altjóða loysn á kreppuni í Sýria. Sýriska fólkið má verjast, bæði móti IS og øðrum yvirgangsbólkum og eisini móti bumbunum hjá Bashar al Assad, forseta, sigur franski forsetin í yvirlýsingini. Franska stjórnin hevur gjørt greitt, at al Assad forseti hevur ongan leiklut í eini framtíðar loysn fyri Sýria. Alt ov nógv fólk hava latið lív undir hansara stýri. Í morgin hittast forsetarnir í USA og Russlandi, Barack Obama og Vladimir Putin, fyri at umrøða støðuna í Sýria. Putin er á ST aðalfundi í New York, og fundurin við Obama verður beint eftir at russiski forsetin hevur hildið røðu í morgin. Sambært Putin eigur heimssamfelagið at stuðla sýriska forsetanum Bashar al Assad, tí hann stríðist móti yvirgangsfelagsskapum. Reuters tíðindastovan endurgevur Putin fyri at siga, at tað er skeivt av USA at stuðla uppreistrarbólkum í Sýria, sum siga seg stríðast móti IS. Amerikanski stuðulin til hesar bólkar er bæði ólógligur og óbrúkiligur, sigur Vladimir Putin og vísir á dømi um, at uppreistrarmenn, vandir av USA, fara uppí IS enntá við vápnum úr Washington. Russland hevur síðstu vikurnar sent stríðsútgerð flogfør, stríðsvognar og aðra útgerð til Sýria fyri at stuðla sýrisku hermegini. USA hevur í sínum lagi funnist at russiska stignum. Sitandi stýri í Katalonia við Artur Mas úr CDC flokkinum á odda hevur boðað frá, at vinna tey valið, so er ætlanin at taka loysing innan 18 mánaðir. Hetta er ikki fyrstu ferð, at Katalonia roynir at loysa frá Spania. Í fjørheyst royndi lokala stýrið at halda eina fólkaatkvøðu, men stjórnin í Madrid segði kortanei. Hóast lokalvalið í dag verður gjørt til ein spurning um loysing, so hevur stjórnin í Madrid tó longu gjørt greitt, at hon góðtekur ikki nakra fráboðan um sjálvstýri. Sambært sponsku stjórnarskipanini skal ein tílík avgerð takast av øllum tí spanska fólkinum og ikki bara fólki í Katalonia. Veljararkanningarnar undan lokalvalinum ídag hava víst, at tað stendur á jøvnum millum tey loysingarsinnaðu og tey sambandssinnaðu. Men sambært nýggjastu kanningunum fáa tey loysingarsinnaðu tepran meiriluta. Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, er ein av eygleiðarunum á valinum í Katalonia ídag. Hann er bjóðaður haðar av felagsskapinum Public Diplomacy Council of Catalonia . Hetta verður gjørt við at skótarnir banka á dyrnar hjá fólki, og spyrja, um ikki okkurt er at gera hjá teimum, og so fáa skótarnir eitt oyra fyri hjálpina. Freistin at lata inn savnaða peningin var leygardagin, tí tey, sum lótu pening inn leygardagin, eru við í lutakasti um tríggjar soviposar. Spenningurin heldur sær enn í effodeildini. Hvørtfall um hvør saman við EB Streymi skal spæla í 1.deild næsta ár. Og um hvør klárar at samla flest stig saman, sum eru nokk til eitt fjórða pláss í effodeildini. Í grundini er tað óspennandi um hvør verður nummar fýra í bestu mansdeildini, men støðan er at fjórða plássið gevur felagnum 1,5 milliónir, sum kann hava stóra ávirkan á hvussu feløgini leggja sína fíggjarætlan næsta ár. Í løtuni er tað HB, sum hevur størri líkindi fyri at fara við fjórða plássinum, men í komandi umfari hevur HB í mun til kappingarneytan, KÍ, ein torførari dyst. HB tekur í móti FC. Suðuroy á heimavølli, og eftir stigatalvuni at døma eigur HB at vinna á suðuroyingunum. Men mótstøðan leygardagin, FC Suðuroy, hevur eina yvirliving at spæla fyri. KÍ hevur hevur eisini ein møguleika fyri at vinna fjórða plássið, men hjá KÍ er eitur mótstøðan EB Streymur, sum einki hevur at spæla fyri, samanborið við móstøðuna hjá HB. Tað er trupult at taka dagar í millum hvør hevur einfaldasta dystin leygardagin, AB ella FC. Suðruoy. AB tekur í móti NSÍ, sum altíð stendur seg væl í móti argjamonnum. FC. Suðuroy skal í eldin móti HB í Gundadali. Man kann loyva sær at siga, at liðini skulu gera tað ógjørliga. Men tó, so var FC. Suðuroy sera nær við at fara suður aftur við øllum stigunum í Gundadali á lavsøku. Men hesuferð liðini hittast stendur alt uppá spæl fyri báðar partar. Hinvegin so er uppgávan ikki einføld hjá AB. Mótstøðan NSÍ kann missa annað plássið til Víking, so tí vilja runavíkingar allarhelst gera alt fyri at enda kappingina við tveimum silvureheiðursmerkjum. AB hevur tann fyrimunin eins sum HB hevur um striðið um fjórða plássið. AB hevur ráð at bæði tapa og spæla javnt, tí at argjamenn hava 2 stig meira enn FC Suðuroy. Men tað avhongur so av vágbingar ikki vinna á HB. AB kann avgera tað sjálvt við einum sigri ella einum javnleiki, sum so er nokk, tá FC.Suðuroy hevur eina nógv verri málúrtøku. FC S ÍF 5 2 1 2 0 1, 30 min, Leivur Joensen 0 2 35, min Adeshina Lawal 1 2, 42 min Mamuka Toronjadze 2 2, 60 min Valerian Lobasvili 3 2, 70 min Jón K. Poulsen 4 2, 85 min Jón K Poulsen 5 2, 90 min Jón K Poulsen 1 B36 58 stig 2 NSÍ 51 stig 3 Víkingur 50 stig 4 HB 40 stig 5 KÍ 38 stig 6 IF 27 stig 7 TB 26 stig 8 AB 24 stig 9 FC Suðuroy 22 stig 10 EB Streymur 11 stig Sigfríður Clementsen, venjari hjá Víkingi ynskti at halda fram sum venjari í Gøtu, men tað ynskti felagið ikki. Nú veit ikki eg hvussu framtíðin sær út. Hann er fegin um at stigini blivu fleiri í ár, og at Víkingur ikki tapti á heimavølli. Men grundin til at B36 fór við føroyameistaraheitinum, er at B36 hevði avgerandi leikararnar í innanhýsis dystinum. Hans Pauli Samuelsen og Lukasz Cielsewicz hava avgjørt dystirnar tá B36 hevur vunnið við einum máli. Vit vóru betra liðið í báðum dystunum móti B36 í havn, men vit mangla handan eina leikaran, sum kann avgera slíkar dystir. Og um vit vunnu dystirnar á B36, so høvdu vit allarhelst komið í ein góðan stima og B36 í stiman, sum vit komu í við javnleikum. Hallur Hansson manglaði Vit høvdu handan x factor leikaran í Halli Hansyni, men tá hann stutt undan kappingini skifti til FF Vendsyssel, fekk felagið ikki ein í hansara stað. Um felagið komandi ár fer at brúka pengarnar, sum Hallur kostaði uppá ein klassa leikara, so kann 2016 verða árið hjá Víkingi. Landsliðsvenjarin kunngjørdi í kvøld, hvørjir manna hópin. Gunnar Nielsen Stjarnan Tórður Thomsen B36 Teitur M. Gestsson HB Jónas Tór Næs B36 Atli Gregersen Víkingur Rógvi Baldvinsson FC Fredericia Odmar Færø B36 Sonni Ragnar Nattestad Einki felag Gilli R. Sørensen Aab Viljormur Davidsen Vejle Rene S. Joensen Vendsyssel FF Róaldur Jakobsen B36 Pól Johannus Justinussen NSÍ Christian Lamhauge Holst Fremad Amager Kaj Leo í Bartalsstovu Levanger FK Árni Frederiksberg NSÍ Sølvi Vatnhamar Víkingur Fróði Benjaminsen HB Brandur H. Olsen FC Keypmannahavn Hallur Hansson Vendsyssel FF Andreas Lava Olsen Víkingur Jóan Símun Edmundsson Vejle Klæmint A. Olsen NSÍ Sambært Sjóbjargingarstøðini, MRCC, og politinum er talan um 25 metra langa danska bátin Globus. Sambært MRCC gjørdist róðrið í ólagi, og tí fór báturin á land. Trý fólk eru við bátinum og teimum veit væl við. Loðsbáturin á Tvøroyri fór til hjálpar og sleipaði bátin avaftur. Báturin lekur ikki. Sjóvinnustýrið boðaði frá í summar. at frá september til november í ár verður hert altjóða eftirlit við, at manningar á skipum eru førar fyri at handfara støður í afturlatnum rúmum. At tvey føroysk skip hava fingið viðmerkingar er ikki í lagi, heldur Sjóvinnustýrið, sum nú hevur mint øll reiðarí í føroysku altjóða skipaskránni, FAS, á herda eftirlitið. Í fjør var herda eftirlitið hjá millumtjóða samstarvinum um trygd á sjónum viðvíkjandi hvíldartíð hjá manningini. 912 viðmerkingar vórðu gjørdar í 2014. 16 skip vórðu afturhildin fyri at bróta ásetingarnar um hvíldartíð. Tó var einki føroyskt skip afturhildið. Í 2016 fer herda eftirlitið at leggja dent á rættindi, arbeiðs og liviumstøður hjá manningini. Foreldrabólkurin var savnaður á Oyrabakka um vikuskiftið, har Ulrike Steuerwald lækni greiddi frá um sjúkuna CTD og viðgerð fyri sjúkuna. Sambært Ulrike Steuerwald benda hagtøl á, at tað enn eru fleiri føroyingar, ið ganga við óviðgjørdari CTD sjúku, tí tey ikki hava latið seg kannað. Til ber at lata seg kanna á laboratoriinum á Landssjúkrahúsinum uttan fyrst at fara til kommunulækna. Kanningin kostar 100 krónur. Full mánamyrking var frá klokkan 3 11 til klokkan 5 27 okkara tíð í morgun. Hóast líkindini her ikki vóru av teimum bestu, var øðrvísi ymsa aðrastaðni. Upptøkan niðanfyri her varð gjørd í Stillwater í Oklahoma, USA. Har var sýnið munandi betri enn her í Føroyum. Í Oklahoma var klárur himmal og frítt útsýni til mánan. Í upptøkuni niðanfyri eru fleiri tímar styttir niður í ein hálvan minutt í eini tíðartódn, á enskum Timelapse. Sí tíðartódnina her. Í morgunsendingini hugleiddi Birgir Enni um tær mongu upplivingarnar, hann hevur havt hesi 30 árini hann hevur skipað fyri túrum við Norðlýsinum. Millum annað minnast hann serliga væl túrin, tá kendi, danski vinnulívsmaðurin Mærsk Mc Kinney Møller var á ferð saman við Birgiri. Russiski forsetin, Vladimir Putin vil fegin tosa við amerikanska forsetan um Sýria, men Barack Obama vil heldur tosa við russiska forsetan um Ukraina, tá teir seinni í dag hittast til fundar í New York. Báðir tveir eru teir í New York fyri at vera við á árliga aðalfundinum hjá ST, og í hesum sambandi skulu teir hava sín fyrsta fund í eitt ár. Viðurskiftini millum Putin og Obama eru spent teirra millum. Hetta er eisini greitt, tí partarnir eru ósamdir um, hvørt tað er Sýria ella Ukraina, sum stendur fremst á fundarskránni í dag. Amerikanarar stúra fyri, at russarar ikki bara fara at brúka síni stríðsfløgfør í Sýria til at bumba IS, men at russarar eisini fara at bumba aðrar fíggindar hjá Assad, nevniliga teir meira hóvligu sýrisku uppreistrarbólkarnar, sum USA stuðlar. Putin og Russland stuðla Assad, og tað er her at gjógvin er millum USA og Russland í spurninginum um Sýria. Hesar seinastu vikurnar hevur Russland styrkt sína hernaðarliga støðu í Sýria. Russar hava sent stríðsflogfør, stríðsvognar, hernaðartyrlur og luftverjurakettir til Sýria, og russar eru eisini í ferð við at útbyggja ttríggjar hernaðarstøðir í økinum kring býin Latakia, har Assad forseti stendur sterkur. Vladimir Putin segði í samrøðu við 60 Minutes á CBS í gjár, at hann óttast, at allir statsstovnar fara at detta sundur, um Assad fellur í Sýria. Júst jørð til luft rakettirnar, sum Russland hevur latið sýriska herinum, vekja stóra stúran í USA. Sambært amerikanarum, so hevur IS einki luftvápn, og tí geva loftverjurakettirnar onga hernaðarliga meining fyri USA, um rakettirnar altso ikki eru ætlaðar amerikanskum flogførum og flogførum úr øðrum vestanlondum, sum bumba IS í Sýria. Eg minnist, at í triðja flokki hevði eg eitt tíðarskeið, har eg var ótrúliga kedd. Eg visti bara ikki hví. Men aftan á nakrar vikur, bleiv eg knappliga glað aftur ordiliga glað og full av orku, sigur Jana Jacobsen, sum síðani hevur havt fleiri tíðarskeið, har sinnalagið hevur verið serstakliga skiftandi. Tað var antin ella. Antin ógvuliga kedd og uttan orku ella ekstremt glað, óvanliga nógva orku og helt, at eg kundi klára alt. Tá eg var manisk hevði eg ofta vranghugsanir. Til dømis helt eg eitt skifti, at eg var Kurt Cobain, sigur Jana Jacobsen. Ikki fyrr enn hon fyri tveimum árum ætlaði at taka lívið av sær, fekk hon at vita, hvat henni bagdi. Jana hevur eina sálarsjúku, sum kallast bipolar. Tað var strævið at hava eitt so skiftandi sinnalag. Bæði fyri meg sjálva, men so avgjørt eisini fyri míni nærmastu, sigur Jana Jacobsen. Ein maður fyrst í 20 unum er skuldsettur fyri harðskap í samband við, at tvey ung fólk vórðu álopin í klubbagarðinum í Havn umleið klokkan fýra sunnumorgunin. Tað upplýsir vakthavandi á politistøðini. 18 ára gamla gentan, ið varð álopin um vikuskiftið, fylgdist við einum vinmanni, sum tann skuldsetti eisini leyp á. P f Eystur og Sandoyartunlar ger ikki eina frágreiðing um, hví arbeiðið at projektera tunlarnar ikki varð boðið út, uttan so at nýggi landstýrismaðurin, Henrik Old, biður um tað, sigur formaðurin í felagnum, Bergur Poulsen. Tann 12. august gjørdist greitt , at norska felagið Norcunsult skal gera forprojekt og kappingargrundarlag fyri báðar tunlarnar. Ein sáttmáli fyri 35 milliónir krónur. Arbeiðið varð tó ongantíð boðið út, og tað fekk øði í felagið hjá føroyskum ráðgevarum, ið heldur, at arbeiðið saktans kundi verið latið føroyskari fyritøku heldur. Eisini táverandi landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, sum varðaði av málinum, segði seg standa spyrjandi, og bað um eina frágreiðing frá tunnilsfelagnum í august. Bergur Poulsen, nevndarformaður í P f Eystur og Sandoyartunlar, sigur við útvarpið í dag, at hann fegin vil geva nýggja landsstýrismanninum tíð til at seta seg inn í málið. Biður landsstýrismaðurin um eina frágreiðing, fer nevndarformaðurin at greiða honum frá tilgongdini. Fyrr enn tað er gjørt, fer felagið ikki í holt við at skriva eina frágreiðing. Longri skotbrá og ein væl bíligari kostnaður fyri næmingarnar sannførir Dennis Holm um, at skúlin verður veruleiki. Av tí at skúlin ikki byrjar sum ætlað, so koma eingir pengar úr Mentamálaráðnum enn. Men stigtakararnir hava eisini vónir um, at politiskur vilji er at játta tær 800.000 krónurnar næsta ár ístaðin. Ítróttarháskúlin í Vági verður skipaður sum sjálvsognarstovnur, og fyrsta árið hjá skúlanum verður royndarár. Fyrsta skeiðið byrjar mánadagin 22. februar næsta ár. Til ber at søkja á heimasíðu skúlans. Føroyska avreiðingargjaldið upp á tvær krónur fyri kilo av makreli og sild, sum verða landað aðra staðni enn í Føroyum, hevur fingið øði í fiskakeyparar í Noregi. Sambært stjóranum í landsfelagnum hjá teimum, sum fiska ella ala, Geir Ove Ystmark, forðar avgjaldið føroyskum skipum í at selja makrel og sild í Noregi. Geir Ove Ystmark sigur, at avgjaldið er sera kappingaravlagandi og brot á handilsavtalur millum Føroyar og Noreg, tí norsk fiskavirki kunnu ikki kappast um fiskin. Hann sigur sigur, at strika Føroyar ikki avreiðingargjaldið, eigur Noreg í minsta lagi at seta tilsvarandi avgjald á fisk, sum norsk skip landa í Føroyum. Landsfelagið hevur sent norska fiskimálaráðnum bræv um misnøgdina við føroyska avgjaldið. Felagið heldur, at fiskivinnusamstarvið millum Føroyar og Noreg eigur at verða endurskoðað. Í góð 80 ár búleikaðust fólk á Víkum, sum er ein ógviliga fjarskotin og avbyrgd bygd í Vágum. Tá tey vóru flest, búðu 16 fólk har. Fyri umleið hundrað árum síðani fluttu tey seinastu burtur og bygdin varð avtoftað. Framvegis eru hús og onnur minnir um búsetingina á Víkum, og í sendingini í dag eru vit Við Tórði á túri saman við monnum úr Bø og Sørvági á Víkum eftir 11 veðrum, ið hava gingið á fitilendi har í alt summar. Ferðalagið gistir eina nátt í væl hildna húsinum, sum hagin á Víkum eigur. Í sendingini greiða Gutti Guttesen og Høgni Nielsen frá bygdini á Víkum, og við á túrinum eru eisini Hallur Petersen og Arnjohn Hvítlklett. Ísak Sambleben, tónleikari og tónlistafrøðingur, Uni Leitisstein Hansen, tónleikaummælari, og Guðrun Sólja Jacobsen, tónleikari, hugdu nærri at listanum, sum danska tónleikatíðarritið Gaffa hevur kunngjørt. Umframt at velja hvør sín sang, tosaðu tey eisini um føroyskar sangir, sum vóru ikoniskir. Niels Johansen varð sunnumorgunin álopin uttanfyri Klubbagarðin í Havn saman við 18 ára gomlu Jórunn Vik Gleðisheygg. Álopið var sambært teimum báðum púra ógrundað. Tey høvdu einki samband havt við unga mannin, ið leypa á. Niels Johanesen varð fyrst sligin niður og síðan sparkaður fleiri ferðir í høvdið. Hann fekk tó vart so mikið fyri, at hann ikki fekk ordiligt mein av tí. Niels Johansen ætlaði sær fyrst ikki at melda tilburðin, men tá hann á landssjúkrahúsinum sá, hvussu illa Jórunn Vik Gleðisheygg var sligin, gjørdi eisini hann av at melda málið. Tey vóru á skeiva staðnum, skeivu løtuna. Alt bendir á, at 18 ára gamla Jórunn Vik Gleðisheygg av Nesi og vinmaður hennara vórðu fyri ógrundaðum og ógvusligum harðskapi í býnum í Havn sunnumorgunin. Tað ber tilat lata seg kanna fyri CTD á laboratoriinum á Landssjúkahúsinum uttan at fara til kommunulækna fyrst. Kanningin kostar 100 krónur. Í Sankta Frans skúla í Havn fóru 6. og 7. flokkarnir í skúla á miðjari nátt at uppliva hetta serliga fyribrigdi, sum ikki verður aftur at síggja fyrr enn í árinum 2033. Illa er statt við barnamentanini í Føroyum í ár. Í øllum førum fann nevndin fyri barnamentanarheiðurslønir hjá Tórshavnar býráði einki, sum hon heldur er vert at geva heiðursløn í ár. Nevndin kann lata eina ella tvær heiðurslønir fyri barnamentan, og líka síðani heiðurslønin varð stovnað í 1977 er hon latin at kalla á hvørjum ári. Í fjør fekk Elin á Rógvi barnamentanarheiðurslønina millum annað fyri bókina Áh Mamma og fyri sjónleikin Sangur í Mjørka, sum hon hon skrivaði við íblástri úr ritverkum hjá Hans Andriasi Djurhuus. Tíggjar M.A. Jacobsens virðislønir verða latnar í ár, ein fyri fagrar bókmentir, ein fyri yrkisbókmentir og ein fyri mentanaravrik, og tað verður í M llers Pakkhúsi klokkan fimm hósdagin. Hetta er greitt eftir fundin, sum russiski forsetin, Vladimir Putin, og amerikanski forsetin Barack Obama høvdu í gjár í New York. Ein amerikanskur embætismaður upplýsir fyri Reuters, at Obama og Putin samdust um at royna at finna eina politiska loysn á kreppuni í Sýria, men teir kundu ikki semjast um, hvat henda skal við Assad. Obama forseti endurtók sítt sjónarmið um, at hann ikki sær nakra leið fram móti støðufesti í Sýria, so leingi Assad situr við valdinum. Hesa støðuna hava fleiri onnur lond eisini millum annað Frakland. Vladimir Putin forseti sigur hinvegin, at Assad skal vera partur av eini loysn. Eg havi stóra virðing fyri mínum amerikonsku og fronsku forseta feløgum, men teir eru ikki statsborgarar í Syria og skulu ikki blanda seg í valið av leiðara í einum øðrum landi, sigur Putin sambært russisku tíðindastovuni Itar Tass. Sambært Putin og Itar Tass varð møguleikin havdur á lofti á fundinum við Obama, at Russland kann taka lut í loftalopum á IS í Sýria. Men russiski forsetin hevði lagt dent á, at Russland ongantíð fer at taka lut í hernaðarligum átøkum á landi móti IS ella øðrum bólkum, sum royna at koppa Assad. Heildarveitingin er 641,8 milliónir krónur í ár. Landsstýrið viðgjørdi í gjár eitt upprit frá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, um at frysta heildarveitingina tað er at steðga prístalsviðgerðini. Um prístalsviðgerðin, sum undanfarna samgongan fekk í lag, helt fram, hækkaði blokkurin millum níggju og tíggju milliónir krónur í 2016. Á landsstýrisfundinum í gjár var eisini eitt upprit frá Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, um at halda fram við arbeiðinum at gera pensjónsnýskipan. Tølini vísa, at vøksturin stavar frá útlendskum ferðafólkum, tí talið á dønum og grønlendingum, sum ferðast, er fallið, skrivar knr.gl Stjórin í Visit Greenland, Anders Stenbakken, er nøgdur við gongdina. Hann nevnir tvinnar orsøkir til vøksturin í ferðafólkatalinum. Onnur orsøkin er, at talið á fráferðum til Grønlands er økt. Og hin er, at ferðavinnan í Grønlandi hevur gjørt nógv burturúr at selja sínar vørur og tænastur. Politisturin, sum arbeiðir fyri Ríkispolitiið, varð í nátt varð stungin í búkin í friðskjólarleguni, Sandholm á Norðursjællandi, og nú leitað verður eftir gerningsmanninum, er stórt økið við leguna er avbyrgt. Sandholm er stórsta friðskjólarlega í Danmark. Fólk, sum júst eru komin til Danmarkar at søkja sær friðskjól, verða savnað á Sandholm, og har eru eisini tey, sum hava fingið noktað friðskjól og skulu sendast heimaftur. Útlendingadeildin hjá Ríkispolitinum hevur skrivstovu á Sandholm, og løgreglan á Norðursjællandi hevur eisini sína dagligu gongd í leguni. Politisturin, sum varð stungin fleiri ferðir, varð illa skaddur, skrivar Danmarks Radio. Fyri løtu síðani varð boðað frá , at hann nú er uttanfyri lívsvanda. Í fyrstu vangamyndini er Róaldur Allansson Dalsgarð og so ein vaksin, sum hann ætlar sær at gleða. Tað er omma hansara Kára Gunna, men hon veit av ongum Róaldur ætlar sær fyrst í eina viðarlund at leita eftir tí, sum skal brúkast til serligu gávuna. Og Felisia ferð við. Vísindi Vísindamenninir Ásbjørn og Petur fara at gera eina vísindaroynd. Teir gera onkuntíð fleiri vísindaroyndir, og summar ber til at gera heima. Tó onkrar eru alt ov vandamiklar. Hesaferð fara teir at gera lava lampur. So er tað tað serliga spælið Sanna Bæk Hoydal og Sølvi Næs Hoydal eru spælivertirnir, og hesaferð fara tey at spæla spennandi spælið Loysnarorð saman við Bjørt N.N.Waagstein og Tóka Hákunarsson. Tað ræður um at gita, áðrenn bumban brestur Felisia Jógvansdóttir Helmsdal er skilagóða vertinnan, sum prátar og spyr og hjálpir Róaldi, og Kolbrún er dugnaligi serfrøðingurin, sum dugir sera væl at gera gávuna vakra. Býráðið í Sunda kommunu viðgjørdi í gjárkvøldið uppskot um fíggjarætlan fyri 2016. Sambært uppskotinum javnvigar fíggjarætlanin við knappliga 72,2 milliónum krónum. Ætlanin er at rinda seks milliónir og 260.000 krónur av skuldini hjá kommununi í 2016. Viðvíðjandi rakstrinum er roknað við nøkunlunda somu útreiðslum næsta ár sum í ár. Sitandi býráð gav mær heimild at vera bæði borgarstjóri og løgtingsmaður í senn, á fyrsta fundi eftir kommunuvalið í 2012, sigur Kristin Michelsen. Herfyri fekk Heðin Mortensen loyvi frá sínum býráði til at røkja løgtingssessin afturat fulltíðarstarvinum sum borgarstjóri í høvuðsstaðarkommununi. Á Tvøroyri heldur borgarstjórin seg til eina býráðssamtykt frá 19. november 2012. Á fyrsta fundi eftir kommunuvalið gav býráðið hjá Kristini Michelsen sínum borgarstjóra loyvi til at røkja løgtingssessin afturat fulltíðarstarvinum sum borgarstjóri. Grein 6, stykki 2 í kommunustýrislógini ásetir, at um so er at borgarstjórastarvið er fulltíðarstarv, so skal borgarstjórin, tá hann er valdur, leggja frá sær borgarliga starvið og annars øll álitisstørv. Tó kann kommunustýrið geva frávik, tá talan er um beinleiðis fólkavald starv. Tað er hetta frávikið, ið borgarstjórarnir hava biðið um. Meðan tað í øðrum kommunum hevði skund fyri borgarstjórar at fáa hetta frávik frá sínum kommunustýri, so tekur Kristin Michelsen tað meira róligt. Hann vísir til býráðssamtyktina frá 2012. Meðan Kristin Michelsen síðsta valskeið sat í andstøðu í løgtinginum, so er hann í dag partur av samgongumeirilutanum á tingi. Kristin Michelsen er formaður í Rættarnevndini og limur í Fíggjarnevndini hjá løgtinginum. Kristin Michelsen ynskir ikki at gera samrøðu við útvarpið í dag. Hann vísir tó á, at fólkið hevur talað og valt hann bæði í býráðið og løgtingið. Tó ásannar hann, at hansara tingarbeiði er vorðið meira umfatandi enn í farna valskeiði. Borgarstjórin á Tvøroyri hevur ongar støðu til prinsipiella spurningin, hvørt tað er í lagi at sita í tveimum almennum størvum og harvið taka ímóti tveimum almennum lønum ísenn. Kristin Michelsen sigur seg taka undir við, at samgongan fer at hyggja eftir reglunum. Men sjálvur sigur hann seg enn ikki hava tikið støðu til spurningin, hvørt tað skal bera til at røkja tvey almenn størv ísenn. Tá ætlar Kristin Michelsen, at býráðið skal fáa høvi at viðgera støðuna, har fulltíðarsetti borgarstjórin eisini er løgtingsmaður. Umframt Tórshavn og Tvøroyri, so er Vestmanna dømi um, at borgarstjóri í fullum starvi eisini er løgtingsmaður. Pauli T. Petersen, nývaldur løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, bað býráðið í Vestmanna um loyvi at sleppa at halda fram sum borgarstjóri fulla tíð. Eitt samt býráð gav honum loyvi til tað. Eg eri demokratiskt valdur bæði støðini, sigur Pauli T. Petersen, sum ikki sær nakran trupulleika í at røkja tvey almenn størv í senn. Tískil er Jógvan Skorheim einasti av fýra løgtingsmonnum, sum ikki sleppur at vera borgarstjóri samstundis. Meirilutin av Klaksvíkar Býráð segði nei og bað Jógvan Skorheim um at velja annan sessin. Hann valdi borgarstjórasessin. Enn eru umleið 15.000 føroyingar, sum ikki hava kanna seg fyri ctd, og hetta er alt ov høgt tal, heldur formaðurin í ctd felagnum, Frankie Jensen. Ein trupulleiki er, at nógvir føroyingar búgva uttanlands, og hesi kunnu vera torfør at fáa fatur á. Kunning skal til fyri at fáa allar føroyingar at kanna seg. Tað er tíðindaskriv frá CTD foreldrabólkinum, har tey heita á øll um at skráseta seg, og serliga at fáa foreldur at smábørnum at kanna børnini einaferð enn. Tíðindaskrivið kann lesast her Enn eru umleið 15.000 føroyingar, ið ikki hava latið seg kanna fyri CTD CTD foreldrabólkurin mælir staðiliga øllum føroyingum, ið enn ikki hava latið seg kanna fyri genetisku sjúkuna CTD, um at fáa tað gjørt sum skjótast. Tað er lívshættisligt at liva við óviðgjørdari CTD sjúku. Øll eiga at lata seg kanna fyri hesa sjúku, eisini børn og ung, ið áður eru kannað í samband við PKU royndina eftir føðing. PKU royndin er ikki nóg neyv til at finna øll børn og ung við CTD. Mett verður at áttandi hvør føroyingur er berari av hesi sjúku uttan at vita av tí. Eru bæði mamman og pápin berarar av CTD, eru sannlíkindi fyri at fáa eitt barn við CTD 25 . Fleiri familjur í foreldrabólkinum hava meira enn eitt barn við CTD. Til ber at lata seg kanna beinleiðis á laboratoriinum á Landssjúkrahúsinum uttan fyrst at fara til kommunulækna. Kanningin kostar 100 krónur. Foreldrabólkurin var savnaður á Oyrabakka í gjár, har Ulrike Steuerwald lækni hegnisliga greiddi frá um sjúkuna CTD og viðgerð fyri hesa sjúku. Sambært Ulrike Steuerwald benda hagtøl á, at tað enn eru fleiri føroyingar, ið ganga við óviðgjørdari CTD sjúku orsaka av, at teir ikki hava latið seg kanna fyri hesa arvaligu sjúku. Bara ein partur av CTD sjúklingunum við gen mutatiónini N32S N32S vórðu funnin við PKU royndini, sum varð tikin stutt aftaná føðing, og nærum eingin við hinum mutatiónunum. Best er at kanna barnið aftur, tá barnið er vorðið 10 vikur gamalt frítt og totalt karnitin . Sum foreldur at børnum við CTD sjúkuni hava vit sæð, hvussu stóra hjálp viðgerðin við karnitin hevur givið okkara børnum. Sum foreldur ynskir man ikki at nakað barn gongur uttan viðgerð, tí avleiðingarnar kunnu hava deyðiligar fylgjur. Okkara ynski og vón er, at eingin føroyingur aftur doyr av hesi sjúku. CTD foreldrabólkurin var settur á stovn í 2010 av foreldrum við børnum, ið hava sjúkuna CTD, í samstarvi við Ulrike Steuerwald lækna. Foreldrabólkurin er á Facebook við navninum CTD foreldrabólkurin. Bólkurin er ætlaður foreldrum við børnum, ið hava CTD. Á fundinum millum russiska og amerikanska forsetan í nátt okkara tíð, viðgjørdu teir millum annað tað, sum Vladimir Putin kallar fyri stovnanina av hóskiligum mekanismum í sambandi við handfaringina av krígnum í Sýria. Sambandið er tíverri rættiliga ringt, segði Vladimir Putin, forseti við russiskar journalistar eftir fundin, sambært Danmarks Radio. Amerikanski forsetin hevur higartil ikki havt almennar viðmerkingar um fundin. Hóast køldu luftina teirra millum, so kann kanska eitt mál á dagsskránni gerast eitt felags átak. Tað er tað, sum Vladimir Putin kallar fyri hóskiligar mekanismur. Tað snýr seg um at stovna ein Sýriabólk, har lond sum Iran, Saudi Arabia, Egyptaland, Turkaland, Russland og USA skulu vera umboðað. Uppgávan hjá bólkinum verður at hittast og tingast um frið við Sýria. Sambært fleiri altjóða fjølmiðlum hevur eitt umboð fyri russisku stjórnina sagt við tíðindastovuna RIA Novosti, at tey vilja hava, at hesin bólkurin skal hittast longu í oktober mánaði. Hóast partarnir kanska kunnu draga somu línu í spurninginum um hendan Sýriabólkin, so eru amerikanski og russiski forsetin framhaldandi ósamdir um sýriska forsetan Assad. Barack Obama heldur uppá, at rúm er ikki fyri Bashar al Assad í nýggja Sýria, men Vladimir Putin stuðlar sýriska forsetanum, Bashar al Assad. Russiski forsetin hevur somuleiðis sagt við russiskar fjølmiðlar, at báðir partar halda, at samskiftið og viðurskiftini millum Russland og USA eigur at bøtast. Tá MRCC fekk boðini í nátt, rak nýggi alibáturin hjá Bakkafrosti móti landi, Sjóbjargingarstøðin boðsendi Brimli, ið varð sendur út til alibátin. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, fekk á landsstýrisfundi í gjár undirtøku fyri at arbeiða við hesum máli. Samgonguskjalið sigur annars, at menningarætlan skal gerast fyri alt heilsuverkið. Hví so bara taka sjúkrahúsini burturúr Sirið Stenberg er landsstýriskvinna í heilsumálum. Tryggingarfeløg skulu ikki hava loyvi at sneyta í upplýsingum hjá fólki um hvørjar arvaligar sjúkur tey kanska kunnu fáa í framtíðini. Tað heldur ein arbeiðsbólkur, sum í august handaði landsstýrinum eitt tilmæli um lógarbroytingar, ið skulu gerast fyri at verja føroyingar í sambandi við gengransking. Bólkurin mælir til at broyta lógina um tryggingaravtalur, soleiðis at borgarar fáa somu vernd sum í Danmark, tá tað snýr seg um ílegukanningar. Í løtuni eru 32 gengranskingarverkætlanir í gongd undir Ílegusavninum, og skjótt er ætlanin at sjóðseta FarGen verkætlanina, hvørs endamál er at byggja upp eitt infrakerv við 1.500 genomroyndum frá einum breiðum úrvalið av føroyingum. Ein útvarpsbiografur er júst sum ein filmsbiografur, men heldur enn at hyggja lurtar tú eftir eini søgu. Tú situr í myrkri, og sostatt er lættari lurta, tí einki órógvar, og tú hevur lættari við at skapa tínar egnu myndir, sigur Linda Mortansdóttir, sum skipar fyri tiltakinum. Umframt at fólk kunnu fáa eina serliga uppliving, er hetta ein møguleiki at stuðla Fountain House, ið er ætlað fólki, ið onkursvegna hava tað torført sálarliga. Í morgunsendingini fortaldi Linda Mortansdóttir um hetta serstaka tiltakið, sum verður á Tjóðpalli Føroya fríggjakvøldið klokkan 20.00. Helgi Abrahamsen, sum sat á tingi frá 2008 til valið í ár, greiddi frá, hvussu tingarbeiðið gekk fyri seg, hvat nýggja manningin eigur at leggja seg eftir og hvat tey avgjørt ikki skulu gera. Í morgunsendingini gav Helgi Abrahamsen millum annað trý góð ráð, og so fortaldi hann eisini um ta ferðina, tá hann trýsti á skeivan knøtt og atkvøddi skeivt. Tað er tvær ferðir fleiri enn alt árið í fjør, tá 219.000 fólk komu í bátum um Miðjarðarhavið. Av teimum eru 383.000 komin til Grikkalands. Tað er ikki vandaleyst at fara við báti um Miðalhavið. ST metir, at útivið 3.000 fólk annaðhvørt eru druknað, ella horvin í royndini at koma um Miðjarðarhavið. 25 ára gamli maðurin hevur verið í Danmark í eina tíð, og ein umsókn frá honum um uppihaldsloyvi er avgreidd. Hann fekk ikki loyvi at verða verandi í Danmark, og tí hevur hann bíðað eftir at verða sendur av landinum aftur. Løgreglan heldur ikki at nakar annar var við í málinum, men arbeiðið hjá løgregluni at kanna málið, er ikki liðugt enn, sigur ein talsmaður fyri donsku løgregluna. 56 ára gamli løgreglumaðurin var í ferð við at leggja arbeiðið til rættis tíðliga í morgun, tá hann sá at ljós var í einum høli. Hann fór inn í rúmið, og varð tá álopin og stungin við knívi. Teir fóru til hendurs, og tá var løgreglumaðurin stungin tvær ferðir aftrat. Løgreglumaðurin boðaði sjálvur frá hendingini. Hann varð fluttur á sjúkrahús, og fær ikki mein av hendingini. 25 ára gamli maðurin skal avhoyrast um tað sum fór fram. Postmenninir í Havn høvdu fleiri rutur. Summar inni í býnum og aðrar út á Argir og til Hvítanesar. Longsti túrurin hjá Sámali vardi 15 tímar. Hann fór at kava, tá Sámal kom í Gundadal, men hann stríddi seg allan vegin niðan til Hvítanesar og omaftur. Konuna Jastrud hitti hann á eini seinnapartsrutu í Vesturbýnum. Stór tøk hjá postmonnunum vóru tjaldursposturin og jólaposturin, tá teir gingu í húsini langt út á jólaaftanskvøld. Við báti royndi Sámal mest í Nólsoyarfirði. Hann var í mangari grind víða um, og nátatíðina lá hann stundum í Klaksvík. Sámal fletti í Smæruni, seinni hjá Otto Reinert, men eisini fyri einstaklingar. Stóra flettingin helt uppat, tá ridluskriðin kom. Bát hevði Sámal longu sum 15 ára gamal. Hann lá á Eystaruvág, har bátarnir máttu dragast, bara hann øtlaði veðrið. Uppi undir handlinum hjá Jákupi á Lag stóðu kendir útróðrarmenn, sum vóru meinkunnigir í fjørðinum. Teir høvdu Sámal á hornunum, tá hann eina tíð fór við báti til Runavíkar at fríggja. Hetta vóru stundum vandaferðir, men endin varð, at hann 20 ára gamal giftist javngomlu Jastrud Vang úr Froðba. Kringvarpið hevur gjørt samrøðu við hana í dag. Hoyr brot í útvarpinum klokkan 18, og síggj alla samrøðuna í Degi og Viku í kvøld klokkan 19.00 Tað var ein skeiv avgerð, at fara í Framsókn og gerast formaður í fíggjarnevndini. Tað heldur Annika Olsen, løgtingskvinna. Avgerðin varð tikin undir stórum trýsti, sigur hon, Tað sigur Ulrike Steuerwald, barnalækni, sum øtast um, at fleiri foreldur at børnum, ið hava sjúkuna, eru farin av føðideildini við falskari trygd um, at tey eru frísk. Børn, sum eru 10 vikur gomul, kunnu verða kannað fyri CTD eina ferð aftrat, sigur Sirið Stenberg, landsstýrisvkinna í heilsumálum. Landsstýriskvinnan fegnast um, at so mong hava tikið av tilboðnum um at lata seg kanna fyri CTD, og hon vónar, at tey senastu 15.000 fólkini eisini lata seg kanna. Jan Ziskasen eru longu farin til arbeiðis í høvuðssætinum í Hoyvík. Hann tekur við sum stjóri eftir Kristian Davidsen, sum á nýggjárinum fer í starv sum stjóri í Tele Post í Grønlandi. Uppskot til løgtingslóg, uppskot til samtyktar, uppskot til ríkislógartilmæli. Grein 52 fyrispurningar, nevndarálit, staðfesting og kunngerð. Annika Olsen, løgtingskvinna, er gestur hjá Beintu Løwe um politiska rumblið, sum tók seg upp, tá Annika Olsen fyrst tók seg úr Fólkaflokkinum og síðani eisini úr Framsókn. Tað verður á tíðindafundi í Fíggjarmálaráðnum. Uppskotið verður síðani lagt fram á tingfundinum klokkan 11 00. Talan er tó ikki um nakað endaligt uppskot. Samgongan sigur, at hon hevur ikki havt stundir at gera uppskot um fíggjarlóg fyri 2016. Tí verður fíggjarlógin fyri 2015 í fyrsta umfari bara framskrivað. Tað er lógarkravt, at landsstýrið skal koma við uppskoti um fíggjarlóg fyri 1. oktober, so landsstýriskvinnan noyðist at koma við onkrum í dag. Men tá uppskotið er komið í Fíggjarnevndina, fær nevndin veruliga fíggjarlógaruppskotið frá landsstýrinum. Og so setur Fíggjarnevndin nýggju tølini inn í upprunaliga uppskotið og leggur tey fram sum broytingaruppskot í desember. Menninir, sum lossaðu frystan makrel í lastini á grønlendska trolaranum Ilivileq um náttina 25. september í fjør, fingu hvørki vegleiðing um trygd ella upplæring um arbeiðið, áðrenn teir fóru til arbeiðis. Tað hava teir greitt løgregluni frá eftir arbeiðsvanlukkuna umborð. Heldur ikki umborð var nøkur vegleiðing givin um arbeiðið ella, hvussu útgerðin, teir brúktu, skuldi brúkast. Tað stendur í frágreiðingini hjá Arbeiðseftirlitnum til fútan. Kringvarpið hevur fingið innlit í frágreiðingina. Arbeiðseftirlitið staðfestir, at menninir vóru mest sum óroyndir ella lítið royndir lossingarmenn. Hjá 22 ára gamla Gunnari Zachariasen, sum doyði, tá ein plattur við 1292 kiloum av frystum makreli brotnaði á veg upp úr lastini, var hetta fyrsta vaktin sum lossingarmaður hjá Faroe Maritime Services. Menninir, sum lossaðu Ilivileq, arbeiddu hjá Faroe Maritime Services. Sambært avhoyringum hjá løgregluni visti arbeiðsgevarin, at hann hevði skyldu til at læra fólkið at lossa. Felagið hevði bæði tilfar og mannagongdir til upplæringina, skrivar Arbeiðseftirlitið. Avhoyringarnar vísa kortini, at mannagongdirnar vóru ógreiðar fyri yvirskipaðu fólkini í fyritøkuni, teimum, sum tóku móti arbeiðsmonnunum á Eystaru bryggju í Havn og arbeiðsformonnunum í lastini. Báðir partar tykjast hava hildið, at hin parturin skuldi kunna og læra fólkið, skrivar Arbeiðseftirlitið. Avhoyringarnar hjá løgregluni vísa eisini, at formaðurin í lastini, har sum vanlukkan hendi, ikki tryggjaði sær, at nýggju arbeiðsmenninir dugdu at brúka útgerðina, ella skiltu vandan í slíkum arbeiði. Stjórin i Faroe Maritime Services var ikki sjálvur á staðnum. Arbeiðseftirlitið mælir til, at Faroe Maritime Services fær 40.000 krónur í bót fyri ikki at halda sínar skyldur. Pauli Joensen, nevndarformaður í Faroe Maritime Services, sigur, at felagið fekk frágreiðingina hjá Arbeiðseftirlitinum í gjáramorgunin. Í sending hesaferð fara vit at hoyra standardar av live plátuni, The Cure, við Keith Jarrett Trio frá 1991. Trio ina manna Keith Jarrett, klaver, Gary Peacock, bass, og Jack DeJohnette, trummur. Vit fara at hoyra trý løg av hesa fralíku konsert plátuni, sum verturin í sendingini sjálvur í eina tíð helt vera ta bestu, sum trio in hevði innspælt. Men tað er tó trupult at siga hvør av teirra mongu plátum í veruleikanum er tann besta, tí tær eru allar góðar, hvør uppá sín máta. Vit hoyra fyrst eitt Be Bop lag hjá trompetistinum, Dizzy Gillespie, sum saman við Charlie Parker grundlegði Be Bop stílin í fyrru helvt av 1950 unum. Be Bop varð til sum eitt mótsvar uppá jazztónleikin frá 1930 unum og 40 unum sum varð vorðin ógviliga poleraður og varð vorðin tíðarinnar pop tónleikur. Be Bop breyt upp úr nýggjum við tað nú snúði tað seg um at spæla intrumentalar melodiir og at skiftast um at spæla solo ir sum eisini er generelt galdandi fyri Keith Jarrett Trio og teirra tilgongd til at spæla standardar. Síðani hoyra vit ein sang sum upprunaliga varð skrivaður til ein film hjá Paramount Pictures í 1947. Talan er um sangin Golden Earrings til filmur av sama navni. Meginparturin av Amerikansku Standards Sangbókini eru nettup sangin ið eru skrivaðir til filmar ella til Broadway sangleikir sum síðani eru vornir til jazz standardar av tí at jazz tónleikarar fóru at brúka teir til at improvisera yvir. Til seinast hoyra vit eitt lag hjá Duke Ellington frá Big Band tíðini sum var í 1930 num og 40 num. Lagið, Things Ain t What They Used To Be, varð skrivað av Mercer Ellington sum var sonur Duke Ellington. Duke útsetti lagið fyri hansara Big Band og bleiv hetta eitt av teimum best umtóktu Ellington løgunum, eins og Take The A Tain, Satin Doll og mong onnur. Lagt til rættis Arnold Ludvig. Andrea er útbúgvin frá lærda tónlistaháskúlanum í Keypmannahavn í 1992 við floytu sum høvuðsljóðføri, umframt at hon hevur diplomútbúgving í leiðslu frá 2014. Hon hevur síðani 1992 starvast á Tórshavnar Musikkskúla og síðani 2009 virkað sum toymisfakbólkaleiðari fyri blásarabólkin á skúlanum. Hon hevur luttikið í eini longri røð av verkætlanum og útgávum, umframt havt eina røð av nevndarsessum. Tað váttar Sigurður Einarsson fyri íslendska dagblaðnum DV. Men formaðurin vil ikki siga nágreiniliga, hví hann er farin á húsagang, og hví tað hendir nústani. Blaðið metir tó, at ein møgulig orsøk er, at avgerð hjá býarrættinum í Reykjavík í 2012, sum dømdi Sigurður sekan, noyðir hann at rinda aftur umleið 500 milliónir íslendskar krónur. Tað svarar til 3,5 milliónir evrur pluss rentur, orsakað av persónligum lánum, sum hann tók í Kaupthing stutt undan, at bankin fór av knóranum. Lánini brúkti hann til at keypa partabrøv í sjálvum bankanum. Sigurður Einarsson situr í løtuni í fongslinum í Kvíabryggju á suðurlandinum. Keldur hjá blaðnum siga, at bústjórar í løtuni kanna bankan fyri dómsvaldið. Tað arbeiðið skal verða liðugt, áðrenn støða verður tikin til umsóknina frá fyrrverandi nevndarformanninum í bankanum, Sigurður Einarsson. Hann er fyrrverandi løgtingslimur og løgtingsformaður. Í 2007, tá Føroyar vórðu lagdar saman í eitt valdømi, ávaraði Jógvan Ingvard Olsen í móti hesum. Tað greiddi hann frá í Degi og Viku tann 25. oktober 2007. Nú átta ár seinni hava vit víst honum tað, hann segði tá og Jógvan Ingvard Olsen er ikki bilsin um, at tað bleiv soleiðis, sum hann stúrdi fyri. Øll, sum eru komin upp í miðal aldur, munnu minnast, at í øðrum hvørjum føroyskum heimi stóð útvarpstólið á fiskabylgjuni, kanska serliga har sjómaður var í heiminum. Dúgliga varð lurtað, og væl varð fylgt við. Serliga spennandi var, tá ið langfaratrolarnir vóru á heimleið. Á Tórshavnradio var nógv at gera. Tveir vaktarmenn avgreiddu samtalur, og ofta var long bíðirøð fyri at sleppa ígjøgnum. Men so smátt byrjaði tørvurin at minka. Drúgvastir at biðja um hesa tænastu vóru russisku skipini, men tey eru eisini givin nú. Hetta er ein farin tíð. Nýggj tøknilig menning hevur gjørt at nærum eingin tørvur er á hesi tænastu longur. Í fjør avgreiddi Tórshavnradio 5 samtalur, og higartil í ár eru 6 samtalur avgreiddar frá 2 skipum. Við øðrum orðum kann sigast, at nú verður tænastan tillaga eftir tørvinum. Neyð og trygdartænastan, sum altíð hevur verið høvuðsendamálið við Tórshavnradio, kemur sjálvandi at halda fram. Tað eru nógv fólk, ið fáast við ítrótt, og ítróttur er ein stórur partur av okkara mentan. Kirkjan hevur eisini við mentan at gera, og tí haldi eg, at ítróttur og kirkja saktans kunnu samantvinnast, sigur Bergur D. Joensen. Sambært prestinum verður ítróttargudstænastan sum flestu aðrar gudstænastur, men dentur verður lagdur á, at ítróttarfólkini skulu merkja, at tey fáa eitt gott orð á vegnum ítróttarvegnum. Feilirnir vórðu funnir, tá Strandferðslan kom inn í Búskaparskipan Landsins. Tær 10 milliónirnar verða tiknar við í landsroknskapin fyri 2014, sum av tí sama gerst 10 milliónir verri enn ætlað. Tað staðfestir ein frágreiðing, sum er gjørd í kjalarvørrinum av at Strandferðslan 1. januar í fjør varð løgd beinleiðis undir felags roknskaparskipanina hjá tí almenna, tí sum nevnist Búskaparskipan Landsins. Frammanundan vórðu bara høvuðstølini send Búskaparskipanini, soleiðis at tey kundu brúkast í landsroknskapinum. Tá hetta arbeiðið varð gjørt, varnaðust tey, at tølini stemmaðu ikki. Síðani hevur Leiðslan á Strandferðsluni, grannskoðaravirkið Januar og Gjaldstovan í felag gingið ígjøgnum allar roknskapirnar síðstu nógvu árini. Ítøkiliga er talan um 9,9 milliónir krónur, sum eru á muni millum tað, sum stovnurin sigur seg hava brúkt og tað sum er fráboðað til landsroknskapirnar síðstu árini. Frávik eru í roknskapunum fyri 2007, 2008, 2012 og 2013. Talan er um feilir av ymsum slag, sum í stuttum kunnu lýsast soleiðis, at Strandferðslan í egnum roknskapi hevur havt nakrar saldo ir, sum ikki eru rapporteraðar til búskaparskpanina hjá tí almenna. Munurin, tær 9,9 milliónirnar, er útgreinað í felags frágreiðing. Í landsroknskapinum fyri 2014, sum varð latin løgtinginum í summar, verður staðfest, at tølini, sum vóru fráboðað til Búskaparskipan Landsins, ikki vóru røtt, og at hesi fjaldu út yvir eina nýtslu upp á 9,9 milliónir krónur. Síðstu árini eru at kalla allir, almennir stovnar komnir beinleiðis undir Búskaparskipan Landsins. Leif Abrahamsen, stjóri á Gjaldstovuni, upplýsir fyri útvarpinum, at tað hevur ikki verið óvanligt, at frávik eru staðfest í hesum sambandi. Orsøkirnar kunnu vera, at stovnarnir hava brúkt tulkingar og roknskapar prinsipp, sum víkja frá teimum standardum, sum verða brúktir í Búskaparskipan Landins. Men í málinum við Strandferðsluni er munurin sera stórur, staðfestir Leif Abrahamsen. Stjórin á Gjaldstovuni vil ikki beinleiðis siga, hvørt Strandferðslan hevur brúkt pengar í heimildarloysi. Hann vísir til áðurnevndu frágreiðing. Men Gjaldstovan hevur valt at bóka hesar 9,9 milliónirnar sum eina nýtslu í landsroknskapinum fyri 2014. Eina nýtslu, sum eingin játtan var til, staðfestir Leif Abrahamsen. Frágreiðingin, ið staðfestir meirnýtsluna á 9,9 milliónir, er somuleiðis send Landsgrannskoðanini. Eisini Beinta Dam, landsgrannskoðari, er varin, tá hon verður spurd um pengar eru brúktir í heimildarloysi Men man hevur í øllum føri brúkt meira enn játtanin sigur, staðfestir Beinta Dam. Landsgrannskoðanin sigur seg ongan møguleika hava havt at fanga feilin. Higartil hava vit bara sæð tølini, sum stovnurin sjálvur hevur rapporterað. Eru hesi tøl skeiv, so hava vit ongan møguleika at eftirkanna tað, sigur Beinta Dam. Strandferðslan kom sum nevnt ikki undir Búskaparskipan Landsins fyrr enn 1. januar í fjør. Stovnurin hevur higartil havt privata grannskoðan. Men tað er nú eisini broytt, soleiðis at roknskapurin fyri 2015 verður grannskoðaður av Landsgrannskoðanini. Fyri almennu Føroyar merkir staðfesta meirnýtslan, at 9,9 milliónir krónur eru bókaðar sum ein útreiðsla, undir yvirskriftini óvanligt , í landsroknskapinum fyri 2014. Løgtingsgrannskoðararnir skulu nú viðgera landsroknskapin fyri 2014, áðrenn hann verður lagdur fyri Løgtingið at góðkenna. Nývaldu løgtingsgrannskoðararnir hava sín fyrsta fund fyrrapartin í morgin. Landstýriskvinnan í fíggjarmálum legði fyrrapartin fram framskrivaða fíggjarlóg. Samgongan fer at royna at fáa hallið burtur í 2016, og skattalætti skal gevast um ársskiftið. Landsstýriskvinnan kom ikki við nøkrum ítøkiligum boði upp á, hvussu hallið skal fáast burtur, og hvussu skattalættin skal fíggjast. Undir 2. viðgerð av fíggjarlógini kemur samgongan við ítøkiligum uppskotum um politiska innihaldið í fíggjarlógini, sigur Kristina Háfoss. Formanssessurin í Fíggjarnevndini bleiv tómur, tá Annika Olsen fór úr honum. Uppskotið um nevndarval verður viðgjørt á næsta tingfundi, sum verður um eina viku. Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, las fyrst á tingfundinum fyrrapartin skriv frá valbólkinum hjá samgonguni, Nýggjum sjálvstýri og Sonju Jógvansdóttir, sum er dagfest í dag Roknistykkið hjá samgonguni hongur ikki saman. Lyftini um skattalætta, ein frystur blokkur og verandi hall á fíggjarlógini gera, at politikkurin hjá samgonguni ikki hongur saman. Tað heldur fyrrverandi formaður í fíggjarnevndini, Bárður Nielsen. Fíggjarlógaruppskotið skal til 1. viðgerð mikudagin, hósdagin og fríggjadagin í næstu viku. Í ár er føroyska makrelkvotan 133.000 tons. Næsta ár verður hon í ringasta føri 84.000 tons, um londini í makrelsemjuni gera, sum fiskifrøðingarnar í ICES siga. Men gera londini sum í ár og leggja nakað afturat, verður føroyska kvotan 97.000 tons. Meira enn ein triðing minni av makreli næsta ár, sigur ICES. Tilmæli hjá ICES um makrelin næsta ár er 667.000 tons, sum eru 36 prosent minni enn heildarkvotan er í ár. Føroyar hava, eins og ES og Noreg, bundið seg til at gera eftir tilmælinum hjá ICES. Føroyar eiga 12,6 prosent av heildarkvotuni av makreli. Um norðhavssildina sigur ICES, at 317.000 tons kunnu fiskast næsta ár, 12 prosent meira enn í ár. Men svartkjafturin er framvegis illa fyri. Tilmæli hjá ICES fyri 2016 er 776.000, sum eru 38 prosent minni enn heildarkvotan, sum strandarlondini góvu sær í 2015, men átta prosent minni enn tilmælið hjá ICES fyri 2015. Samkyndir føroyingar hava verið umtalaðir sum fólk av hinum slagnum. Í nógv ár fjaldu tey sín sanna samleika ella rýmdu av landinum til stórbýir, har tey kundu liva frítt. Tey fyrstu, ið valdu at liva opið heima í Føroyum, høvdu tað ikki altíð lætt. Í Brunsj greiða Ann Chanett Danielsen og Søren Haugaard Petersen frá teirra bakgrund, og hvussu tey møttust fyrstu ferð í Føroyum í 2003, og aftur trý ár seinni í Fredericia í Danmark, tá tey blivu par. Søren er millum annað kendur sum forsangari í bólkunum Robbie og Hitmenn , meðan Ann Chanett er kend sum nýggjasti limurin í bólkinum Flamma . Eisini hitta vit Andreu Heindriksdóttir, ið er nýggjur leiðari fyri Tórshavnar Musikskúla, Kristinbjørg Høgnesen heldur fyrilestur um Óla Dahl og Bernmhard Brim, sum báðir høvdu fylt 100 ár í ár, eins og vit tosa við Bárð Jákupsson um heystframsýningina í framsýningarhølunum hjá MEST. Í sendingini tosa vit eisini við Vónbjørt Vang, Heðin M. Klein, Kára Árting, Heidi Poulsen, Biritu Wardum og Gest Hovgaard. Tú kanst hoyra sendingina her Í fyrispurningi til Henrik Old, landsstýrismann í samferðslumálum, sigur Heðin Mortensen, løgtingsmaður, at staðbundna nevndin í Hesti hevur heitt á løgmann um at taka málið um Sandoyartunnilin uppaftur. Staðbundna nevndin vísir á, at ein loddrøtt gongd við lyftu kann koma upp í Hesti. Lyftan skal kunna taka hálvt fjórða tons. Gongdin verður 160 metrar. Hvør metur kostar 25.000 krónur, so íløgan verður fýra milliónir krónur, sigur staðbundna nevndin hjá Tórshavnar kommunu í Hesti. Tá er broytta linjuføringin ikki tald við. Annars spyr Heðin Mortensen partamannin hjá sær í landsstýrinum, hvussu nógv Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin fara at kosta. Hann spyr, um nýggj kostnaðarmeting er gjørd. Heðin Mortensen sigur, at samanborið við norskar prísir meta fólk í vinnuni, at Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin fara at kosta tríggjar milliardir krónur, um Eysturoyartunnilin skal vera trísporaður. Kostnaðurin er eftir stuttari tíð hækkaður ein triðing, sigur Heðin Mortensen. Hann leggur afturat, at trygdarkrøvini verða munandi herd. Tað fær eisini kostnaðin upp. Og kommunurnar, har sum tunnilsmunnarnir vera, skulu gjalda meira fyri trygdina, sigur Heðin Mortensen, sum eisini er borgarstjórí í kommunu, sum fær tveir tunnilsmunnar. Heðin Mortensen sigur, at neyðugt er at kanna nyttuvirðið hjá teimum báðum undirsjóvartunlunum av nýggjum, so tað almenna kann taka endaliga støðu um íløgurnar. Á næsta løgtingsfundi, sum verður mikudagin, fer løgtingið at atkvøða, um Henrik Old skal svara skrivliga fyrispurninginum frá Heðini Mortensen. Í Alt í 1um hesaferð verður Luna Klein Joensen í vangamyndini, hon fer at gleða ein góðan vin, sum eitur Jónas Bloch Danielsen, sum eigur ein gulan bát. hann veit av ongum, at Luna kemur at gleða hann. Luna og Felisia fara fyrst í fjøruna at leita eftir vøkrum tingum til gávuna. Og so at hitta Kolbrún, sum fer at hjálpa teimum at seta alt saman til eina vakra gávu. Og vísindamenninir Ásbjørn og Petur fara at gera enn eina forvitnisliga vísindaroynd. Onkuntíð gera teir fleiri í senn, og summar ber til at gera heima. Tó ikki hesa royndina, tí hesaferð brúka teir okkurt serligt evni, teir fara nevniliga at gera heitan ís. Tað serliga spælið hjá spælivertunum Sannu og Sølva kallast kríggj við kortum MEN eisini vatnið Spælivinurin er Sigrið Finnsdóttir Hansen, sum torir at spæla vátt kríggj. Felisia Jógvansdóttir Helmsdal er vertinnan, hon fer við Lunu at hjálpa henni og tær tosa saman um ymiskt, og Kolbrún er prýðis serfrøðingurin, sum dugir at gera gávuna vakra. Elin Dagbjartsdóttir Neshamar, Bjørg Mohr Anderssen og Páll Danielsen, leggja til rættis. Akstovan kunngjørdi í gjár, at til 1.oktober í ár komu 1902 nýggir bilar til Føroya, 254 fleiri enn somu mánaðir í fjør. Vøksturin er 15,4 prosent. Sirius Jógvansson Helmsdal er í vangamyndini. Hann ætlar sær at gleða abba sín, sum eitur Ole Jacob Nielsen. Men abbin veit ikki av at hann fer at fáa eina gávu við tingum úr fjørðini. Felisia hjálpir Siriusi, og saman fara tey at hitta Kolbrún. Vísindaroyndin, sum Ásbjørn og Petur fara at gera hesaferð, kann man gera heima, tað vil siga ikki alla royndina, tí sumt av tí teir brúka er sera vandamikið. Teir fara at blanda ymisk evni saman, og so koma vakrir litir fram. Hesaferð fara Sanna og Sølvi at spæla russiska eggjarulett tað er eitt spæl við eggum, summi eru harðkókað og summi eru ikki. Og Alda H. Benjaminsdóttir er spælivinurin, sum torir at bjóða av hesaferð. Hetta eru 54 milliónir minni enn undanfarna samgongan hevur í fíggjarlógini fyri 2015. Langfreistaða skuldin hjá landskassanum verður okkurt um 5,1 milliardir krónur, tá 2015 endar. Lánsbrævaskuldin er 4,6 milliardir krónur Føroyar skylda harafturat statskassanum eina hálva milliard krónur. Men hendan hálva milliardin fellur bara til gjaldingar, um olja verður funnin í føroysku undirgrundini fyri 2018. Í fíggjarlógini fyri 2015 stendur, at tørvurin at taka upp lán í komandi árum er heftur at undirskotinum í fíggjarlógini komandi árini. Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2016 er orðið undirskotinum broytt til úrslitinum í fíggjarlógini komandi árini. Føroyska fótbóltslandsliðið er farið tíggju pláss aftur á FIFA styrkislistanum. Listin varð kunngjørdur í dag. Føroyar eru á 85. plássi. Sigrarnir á Grikkalandi í EM undankappingini syrgdu fyri, at Føroyar gjørdu eitt stórt lop á listanum, sum bleiv kunngjørdur í summar. Føroyar fóru frá at liggja nummar 102 til nummar 75. Síðani hava Føroyar tapt fyri Norðurírlandi og Finnlandi, og tí er A landsliðið farið tíggju pláss aftur á styrkislistanum hjá FIFA. Nýggja høvuðsborgin hjá SEV verður kanska við Stórutjørn. Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, sigur, at tey hava leitað eftir hóskandi byggilendi i høvuðsstaðnum, og Stóratjørn er besta boðið. Eingin avgerð er tó tikin um at keypa grundstykkið við Stórutjørn. Men SEV vil við umsóknini um forkeypsrætt tryggja sær, at stykkið við Stórutjørn er tøkt, um SEV vil sleppa at keypa tað. Eg havi ongantíð saknað at havt eitt annað arbeiði. Longu tá eg sum 16 ára gomul var í starvsvenjing á apotekinum, visti eg, at eg var komin á røttu hill, sigur Maria Olsen. Eg haldi, tað er fínt, at onnur skifta arbeiði, tí mann skal gera tað, mann sjálvur hevur hug til. Eg havi bara ongantíð havt hug til at arbeiði aðrastaðni, tí eg havi altíð trivist væl her á apotekinum, sigur Maria Olsen. Í morgunsendingini fortaldi Maria Olsen millum annað, hvussu hesi 50 árini á Noroyða Apoteki hava verið, og hvørjar broytingar eru farnar fram. Helena Dam á Neystabø, forkvinna í Mentamálanevndini hjá Tórshavnar býráði, er í nevndini, sum avger, hvør fær barnamentanarheiðurslønirnar, ella ikki fær tær sum í ár. Hvør virðislønin er 34.000 krónur Tríggjar M.A. Jacobsens virðislønir verða tó latnar í ár, ein fyri fagrar bókmentir, ein fyri yrkisbókmentir og ein fyri mentanaravrik. Meira kemur inn í skatti og kapitalvinningsskatti, men mvg inntøkurnar eru væl minni enn væntað. Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, sigur, at ein partur av meirinntøkunum í kapitalvinningsskatti, eru pengar, sum TAKS fekk frá sakarmálinum í Hægstarætti móti Vinnuni. Verða løgtingsnevndirnar valdar av nýggjum, áðrenn Annika Olsen kemur aftur í Løgtingið og møguliga í valbólkin hjá samgonguni, Nýggjum sjálvstýri og Sonju Jógvansdóttir, missir samgongan ein nevndarsess til andstøðuna. Í gjár bóðu Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Miðflokkurin um nýtt nevndarval, tí flokkarnir góðtaka ikki, at nýtt fólk uttan nakað fer í Fíggjarnevndina í staðin fyri Anniku Olsen. Valbólkurin boðaði frá í gjár, at Ruth Vang í Framsókn fer í Fíggjarnevndina í staðin fyri Anniku Olsen. Slíkt er brot á bæði siðvenju og tingskipan, siga teir tríggir andstøðuflokkarnir. Løgtingið skal mikudagin atkvøða um uppskotið um nevndarval. Verður uppskotið samtykt tá, verður nevndarvalið á dagsskránni fyri ein annan løgtingsfund. Tingfólk skulu veljast í 45 nevndarsessir. Tá 20 fólk vóru í valbólkinum hjá samgonguni og teimum, átti hann 27 sessir og hin bólkurin 18 sessir. Nú í oktober, meðan Annika Olsen er í farloyvi úr Løgtinginum, eru bara 19 í størra valbólkinum Tá eigur hann 26 sessir og minni valbólkurin eigur 19 nevndarsessir, upplýsir Løgtingsskrivstovan. Tey, sum eru í heystbólkinum, eru Anker Mortensen,Tróndur Patursson, Andreas Andreassen, Bjarne Werner Sørensen, Hj rdis Haack, Hanni Julius Bjartalíð, Bárður Jákupsson, Marius Olsen, Brandur Patursson, Tórbjørn Olsen og Zacharias Heinesen. Umframt hesi eru eisini tríggir gestir á ársins heystframsýning. Tey eru Hans Pauli Olsen, Silja Strøm og Ilona Raipala, ið eisini sýna fram. Talan er um árligt og afturvendandi tiltak, sum setir punktum fyri fótbóltsárið. Tað eru liðformenn, venjarar og ítróttarjournalistar, sum kjósa teir ymsu vinnararnar, sum verða kunngjørdir sunnukvøldið. Tinna er 4 ára gomul. Hon býr í Danmark, men nú er hon heima í Føroyum og vitjar ommur og abbar. Hon hevur sent okkum bræv og bjóðar okkum til Jónu ommu í Havn. Tinna sigur eitt sindur um, hvussu tað er at ganga í barnagarð í Keypmannahavn. Eisini bakar hon vaflur saman við Jónu ommu Stovnar og dagrøktir í Norðuroyggjum hava arbeitt við málsligu menningini hjá børnum. Í hesum sambandi hava tey havt um ymiskar rithøvundar og hoyrt ymiskar søgur. Tey í Drotning Margrethu barnagarði hava eitt nú gjørt eitt flott Pippi hús. Á Viðarnesi í Tórshavn tekur P f Magn ímóti gassolju og dieselolju frá tangaskipum og veitir gassolju til skip. Harafturat hevur Magn oljugoymslu í tangum, pumpustøð til tangabilar og goymslu av olju og kemikalia í smærri íløtum á staðnum. Við Grótrætt í Klaksvík tekur P f Magn ímóti gassolju og benzini frá tangaskipum og veitir gassolju til skip. P f Magn hevur eisini oljugoymslu í tangum, pumpustøð til tangabilar og goymslu av olju og kemikalia í smærri íløtum við Grótrætt í Klaksvík. Í málsviðgerðini er serligur dentur lagdur á, at dálkandi evni ikki verða leidd út á sjógv og í umhvørvið annars, at virki hevur mannagongdir at fyribyrgja dálkandi óhappum og útgerð ella avtalu um tøka útgerð, um óhapp skuldi hent. Til ber at kæra avgerðina um umhvørvisgóðkenning. Kærurætt hav tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. Tórshavnar kommuna noyðist sjálv at taka á seg fyribils skúlastovurnar eystan fyri Sjónleikarhúsið og keypa vesivognin, sum kommunan hevur leigað til stovnurnar fyri 35.000 krónur um árið. Býráðið ætlaði at fáa 750.000 krónur fyri tær fýra skúlastovurnar, men bara tvey tilboð komu, annað var 60.000 krónur og hitt 400.000 krónur. Nú mælir umsitingin hjá býráðnum til, at skúlastovurnar ikki verða seldar, og at vesivognurin verða keyptur fyri 555.000 krónur, sum skulu takast av kontuni hjá Skúlanum á Fløtum. Heldur enn at selja fyribilsskúlastovurnar fyri nógv minni enn metta søluvirðið og lata tær av hondum, verður skotið upp, at verkætlanin Skúlin á Fløtum av íløgujáttanini fyri 2015 keypir tær og vesivognin at brúka til verkætlanina á staðnum, tá bygt verður, Har verður undir øllum umstøðum neyðugt hjá kommununi at hava arbeiðshøli til síni verkætlanarfólk. Fíggjarnevndin hjá býráðnum mælti býráðnum til at flyta 555.000 krónur frá Skúlanum á Fløtum til Kommunuskúlan. Býráðið samtykti einmælt í gjárkvøldið at beina málið í Mentamálanevndina. Tórshavnar kommunu stendur í boði at leiga eina hædd í bygninginum hjá Fótbóltssambandinum við Tórsvøll at brúka til skúlastovur fyri 24.542 krónur um mánaðin. Tey, sum manna grøna borðið, eru Hans Joensen, frá Sílaveiðifelagnum, Martin á Fløghamri, frá FNU, Rakul Mortensen og Suni Petersen, frá Umhvørvisstovuni. Bilførarar ið bróta lógina og hóast alt roykja, tá børn eru í bilinum fáa eina bót, ið er 50 bretsk pund, svarandi til umleið 500 krónur, skrivar BBC . Tað er ikki bert tá pinku og smábørn eru í bilinum, at roykibannið er galdandi. Bilførarar kunnu eisini fáa bót, tá ung upp til 18 ár eru í bilinum. Norðurírar hava enn ikki tikið støðu til um roykibannið eisini verður sett í gildi har. Norðurírar vilja fyrst síggja, hvussu bannið roynist aðrastaðni. Tórshavnar Býráð samtykti í gjár tilmæli frá byggi og býarskipanarnevndini um serstøku byggisamtyktina at víðka Skansabryggjuna og eystara havnaøki. Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur einki ímóti, at ein bingjuhavn verður bygd í Havn, men kommunan eigur at vera varin og hugsa seg væl um, áðrenn farið verður undir at útbyggja havnalagið. Hóast BankNordik selur vinnukundapartin í Danmark og tryggingarfelagið í Íslandi, er ikki ætlanin at sleppa virkseminum uttanlands heilt. Rithøvundurin Carl Johan Jensen fekk virðislønina fyri fagurbókmentir, og Jóan Pauli Joensen, fólkalívsfrøðingur fekk virðislønina fyri yrkisbókmentir. Talan er um Norðurlendsku Meistarastevnuna fyri Masters, sum samstundis er skipað sum opin kapping, ið merkir at eisini onnur enn norðurlendingar kunnu luttaka. Tilsamans 126 kvinnur og 171 menn hava boðað frá luttøku. 260 útlendskir svimjarar úr Danmark, Estlandi, Finlandi, Íslandi, Noregi, Svøríki og Týskalandi luttaka Soleiðis sigur Tina Tórarenni, sum í gjárkvøldið var millum teir 10.500 áhoyrararnar, sum høvdu leitað sær til Boxen í Herning at lurta eftir Take That. Bólkurin var ein tann størsti og kendasti dreingjabólkurin í 90unum. Tá taldu teir fimm mans, men seinastu mongu árini eru tað Gary Barlow, Mark Owen og Howard Donald. Barnaumboðsstovan, BUM, sum tað eisini verður kallað, varð sett á stovn 1. oktober 2014 við tí endamáli, at verja børnini, at geva børnum ein møgulleika at kæra eina viðferð frá almennum stovni, sum børnini ikki eru nøgd við. Nú, eitt ár seinni, hevur einki barn nýtt henda møgulleika, sigur Løgtingsins umboðsmaður, Sólja í Ólavstovu, sum eisini tekur sær av BUM. Í Forskúlanum á Argjahamri hava tey spælt handil. Tey læra at rokna, at gera lýsingar og tey hava sjálvi gjørt ein handil, sum eitur Diamanthandilin. Tey hava sent okkum bræv og fara nú at greiða frá. Anne Katrine Gudme er professari í Gamla Testamenti. Hon greiðir frá kvinnunum í Skriftini og teirra serstaka, sociala leikluit tá í tíðini. Tá Reinsaríið lat upp fyri einum ári síðani, segði Bogi Andreasen, leiðari á nýggja spælistaðnum, at málið var tilsamans 200 tiltøk skuldu vera. Á eittára degnum fortaldi Sigurð Ó. Vang, mentanarleiðari í Tórshavnar kommunu, at Reinsaríið og Perlan tilsamans hava hýst 350 tiltøkum seinasta árið. Av teimum hava umleið 70 prosent verið tónleikatiltøk. Í reportasjuni frá føðingardagshaldinum verður tosað við Boga Andreasen, Benjamin Petersen, Niels Una Dam, Lenu Andersen, Torleik Mortensen og Kristian Blak. Í táttinum Nálareygað verða fýra nýggj, føroysk løg viðgjørd av panelinum. Hjarta mítt lær við Mahanna, Rainy Day við Brian John Hughes, Voyage við Gunnar G. Guttesen og Brandenburgische Staatsorchester, og til seinast Mjørkabarn við bólkinum Steso. Kamofleraðu skipini eru farin, og seinastu svartklæddu aktivistarnir hjá Sea Shepherd eru farnir at pakka, ella eru farnir av landinum Grindalógin er eitt framstig, tí tað hevur eydnast at forða fyri, at Sea Shepherd er sloppin at órogva grindarakstur og grindadráp í summar, sigur Høgni Hoydal, ladsstýrismaður. Næsta stigið verður at kanna møguleikarnar fyri, at Sea Shepherd sleppur inn um 12 fjórðingamarkið við sínum skipum. Hetta kann gerast á tann hátt, at tað verður kravt, at skip, sum ætla sær inn um 12 fjórðingar, skulu boða frá, hvørji ørindi tey hava, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum. Linda Mortansdóttir hevur gjørt eina ljóðmynd við útgangsstøði í lívinum hjá tvíburðabróðrinum Rasmusi Rasmussen, sum beindi fyri sær fyri skjótt trimum árum síðani. Í Norðskálatunlinum gjørdi løgreglan ferðmátingar. Tríggir bilar vórðu steðgar fyri at koyra 108, 117 og 134 kilometrar um tíman. Tann, sum koyrdi skjótast, missir koyrikortið treytað, meðan hinir báðir fingu hvør sítt klipp í koyrtikortið, upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini í Havn. Og í Havnini vórðu tveir bilførarar tiknir fyri rúsdrekkakoyring klokkan trý og klokkan hálvgum fimm. Í øðrum førinum var promillan so høg, at koyrikortið var tikið frá føraranum á staðnum. Tað ger løgreglan, tá promillan er omanfyri 1,5. Í hinum førinum varð koyrikortið tikið, men bilførarin fekk eitt fyribilskort, meðan bíðað verður eftir úrslitinum av blóðroyndini, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn. Ein kvinna síðst í 20 unum varð álopin aftanífrá og koyrd um koll. Maðurin royndi at gera seg inn á hana, men kvinnan stríddist í móti og at enda rýmdi maðurin. Hendingin fór fram aftanfyri Sjónleikarhúsið í Havn mikukvøldið millum klokkan ellivu og hálvgum eitt um náttina. Í gjár segði løgreglan, at tey vildu frætta frá teimum, sum halda seg hava sæð ella hoyrt nakað, sum kann hava samband við neyðtøkuroyndina. Og í morgun sigur vakthavandi, at fleiri fólk hava gjørt vart við seg. Nú verður so hugt nærri at hesum og mett, hvat kann hava áhuga og týdning fyri málið og so fer løgreglan helst at gera onkrar avhoyringar. Løgreglan er serliga áhuga í at frætta frá fólki, sum hava verið í miðbýnum, økið millum Steinatún og Sjónleikarahúsið, um tað mundi, hendingin fór fram, tí kanska onkur hevur sæð ella hoyrt okkurt, sum kann hjálpa løgregluni víðari í málinum. Tað sigur Nato, eftir at tað er komið fram, at í minsta lagi trý fólk frá altjóða neyðhjálparfelagsskapinum hava latið lív eftir eitt loftálop á eitt sjúkrahús. Búskaparvøksturin í Keypmannahavn er millum trý og fýra prosent. Tað er tvífalt vøksturin, sum er væntandi aðrastaðni í Danmark, sigur Tore Stramer, greinari hjá fíggingarstovninum Nykredit. Meðan privata nýtslan í miðal er minkað millum 5 og 12 prosent síðani áðrenn fíggjarkreppuna, brúka íbúgvarnir í Keypmannahavn hálv fimta prosent fleiri pengar í dag. Framgongdin er so stór í Keypmannahavn, tí har eru fleiri í arbeiði enn áðrenn kreppuna. So er ikki aðrastaðni í landinum, sigur Steen Bocian, búskaparfrøðingur hjá Danske Bank, við Berlingske. Talan er um ferðavinnufilmsfestivalin Grand Prix CIFFT, sum verður í Vien í Eysturríki í november í ár. CIFFT, Comit International des Festivals du Film Touristique, sum er heimsins størsti ferðavinnufilmsfestivalur, hevur 26 ár á baki. Føroysk feløg og fyritøkur hava áður vunnið vinnubundnar filmsvirðislønir av hesum slagnum. Eitt nú hevur Tryggingarfelag Føroyar fingið virðislønir fyri sínar lýsingarfilmar. Stjórin á Visit Faroe Islands sigur, at hóast tað enn er ógreitt, um Vetrarfilmurin hjá Visit Faroe Islands vinnur ella ikki, so er ein tilnevning sum henda ein vinningur í sjálvum sær. Tvey lið eru í niðurflytingarvanda, bæði FC Suðuroy og AB kunnu flyta niður. Og so er kappingin um seinasta plássið í altjóða fótbólti ikki avgjørd enn. Leivur Frederiksen, ítróttarredaktørur, greiðir frá, hvussu dystirnir í seinasta landskappingarumfari í fótbólti, eru tengdir at hvør øðrum. Hann heldur eisini, at Til Lindu, sum radiomontasjan eitur, riggaði stak væl. Og ein útvarpsbiografur kann nakað annað enn ein vanligur biograffilmur. At gera fleiri radiomontasjur er fyrst og fremst uppgávan hjá Kringvarp Føroya. Tað er nakað, tey eiga dyrka, sigur hann. Talvan, sum Tórshavnar Kommuna setti upp í dag í sambandi við Arkitektadagarnar, er longu full við hugskotum og ynskjum um, hvussu gongugøtan kann betrast. Fremsta og aftasta pláss í landskappingini vóru greið undan seinasta umfari. Tí snúði spenningurin seg í dag einamest um evropeiska luttøku og niðurflyting. Áðrenn dystirnar stóð tað ímillum HB og KÍ at sleppa út í Evropa, ímeðan FC Suðuroy og AB bæði kempaðu fyri sætinum í bestu deildini. HB greiddu sína skyldu sjálvir, tá ið teir vunnu 2 0 á FC Suðuroy í Gundadali. Hetta úrslitið sendi samstundis FC Suðuroy niður í 1.deild at spæla komandi kappingarár. Úrslitini í 27. og seinasta umfari gjørdust hesi ÍF B36 0 1 Eli Falkvard Nielsen 28. min 0 2 Jákup á Borg 65. min 1 2 Jan Ellingsgaard 67. min 1 3 Hanus Thorleifsson 75. min HB FC Suðuroy 1 0 Poul Ingason 7. min 2 0 Bartal Wardum 43. min AB NSÍ 0 1 Árni Frederiksberg 21. min KÍ EB Streymur 1 0 Páll Klettskarð 6. min 2 0 Jóannes Bjartalíð brotsspark 40. min 3 0 Hjalgrím Eltør 74. min 4 0 Jóannes Bjartalíð 76. min 5 0 Heðin Klakstein 80. min 5 1 Leif Niclasen 90. min 6 1 Jóannes Bjartalíð 94. min TB Víkingur 0 1 Eirikur Magnusarson sjálvmál 55. min 0 2 Magnus Jarnskor 58. min Endaliga stigatalvan fyri kappingarárið 2015 sær soleiðis út 1. B36 61 2. NSÍ 54 3.Víkingur 53 4.HB 43 5.KÍ 41 6.ÍF 27 7.TB 26 8.AB 24 9.FC Suðuroy 22 10.EB Streymur 11 Ferðmátingar vórðu gjørdar, og ein ungur bilførari fekk koyriforboð, eftir at hann varð tikin fyri aðru ferð. Tað hendi í Hvalvík í nátt, tá hann varð tikin fyri at koyra 106 kilometrar um tíman, har sum loyvt er at koyra 80 kilometrar um tíman. Tað gevur klipp í koyrikortið, og tá hann frammanundan hevði fingið eitt klipp fyri ov nógva ferð, hevur hann fingið forboð fyri at koyra bil. Við Áir vóru fýra bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt, teir koyrdu millum 106 og 108 kilometrar um tíman, og allir fýra fingu klipp í koyrikortið. Ein bilførari varð tikin í bygdini í Kollafirði, fyri at koyra 80 kilometrar um tíman, har loyvt er at koyra 50, og hann fær eisini klipp í koyrikortið. Tríggjar ferðir var løgreglan boðsend í Klaksvík, tí har var ófriðarligt. Fyrstu ferð var talan um ófrið uttanfyri eitt skeinkistað, men løgreglan fekk sissað fólk, so har hendi einki stórvegis. Í morgun vóru aftur boð eftir løgregluni, tí ófriður var. Talan var um ein av teimum somu, sum órógvaði fyrr um náttina. Hann varð tikin við á løgreglustøðina, og síðani koyrdur til hús. Í Klaksvík var løgreglan eisini eftir einum pari, sum ikki kundi semjast úti á gøtuni. Teu vóru somikið harðlig við hvørt annað, at fólk boðaðu løgregluni frá. Løgreglan kom eftir, at tey áttu eitt pinkubarn saman, og tí er tað málið latið barnaverndini, upplýsir løgreglan. Grønlendska vinnan mælir til ikki at hækka kvotuna meir enn 12,5 prosentstig um árið, tí annars er vandi fyri, at MSC góðkenningin, sum grønlendska rækjuvinnan hevur, verður sett úr gildi. Í fíggjarlógini fyri næsta ár hevur grønlendska landsstýrið roknað við inntøku uppá 130 milliónir krónur frá rækjuvinnuni. Tann upphæddin verður hækkað, alt eftir hvussu stór kvotan verður. Ger hann álvara av síni hóttan, er ikki nógv at ger hjá fangavørðunum. Sambært norskari lóg, kann Breivik nokta at gevast við hungursverkfalli sínum. Tað einasta, sum kann gerast er, at geva honum nøktandi kunning, og at heilsustarvsfólk í fongslinum gera honum greitt, hvørjar avleiðingar hungursverkfall kann hava á heilsuna hjá honum. Tað skrivar norska Dagblaðið. Leiðarin fyri Skien Fongslinum, Ole Kristoffer Borhaug, hevur fyrr sagt, at Breivik fyrr hevur hótt við hungursverkfalli, men hann ongantíð gjørt álvara av hóttanini. Trupulleikin av lús er nú so stórur í Noregi, at heimsins størsta alifelag, Marine Harvest mælir frá at økja norsku alingina. Tað ger felagið, hóast felagið kundi økt søluna við fýra milliardum krónur Norska stjórnin arbeiðir við einum uppskoti um at loyva alarunum at økja um alingina, so upp í 20 prosent meir av fiski kann vera í ringunum seint um summarið og um heystið, tá fiskurin veksur skjótast. men samanlagt fyri árið, skal alingin ikki vera størri enn nú. Hann sigur, at við at økja um alingina undir verandi umstøðum, bert verður løtuvinningur, og at alibrúkini fara at fáa uppaftur størri trupulleikar av laksalúsini. Tí má trupulleikin við laksalúsini loysast, áðrenn talan verður um at seta meir fisk í ringarnar, sigur stjórin í Marine Harvest. Umhvørvisfólk fegnast um avgerðina hjá Marine Harvest, sum biður stjórnina um ikki at økja um alingina, í øllum førum ikki fyrr enn trupulleikin av lús er loystur. Víst verður á, at tá ferð varð sett á alingina í Chile í 2008 og 2009, gjørdist laksalúsin ein so stórur trupulleiki, at aðrar sjúkur tóku seg upp, og tað gjørdi mestsum enda á alivinnuni í Chile. Í Noreg verður víst á, at nógv verður gjørt fyri at fáa tamarhald á lúsini, og tað fer kanska at eydnast. men sum støðan er í løtuni, er ikki rætt at økja alingina. Hon sigur seg hava fingið nógvar viðmerkingar til uppskotið um at økja um alingina, og tá alt er savnað saman, verður endalig avgerð tikin til uppskotið. Krista Mørkøre og Ragnvaldur Joensen hava fingið sera góð úrslit í Norðurlandameistarastevnun fyri fólk við breki, sum er í Bergen í Noreg. Hóast várið og ein partur av sumrinum ikki royndist serliga væl til veður, so er ikki so stórur munur á vektini á lombunum í ár, í mun til í fjør. Stutt fyri klokkan sjey í gjárkvøldi varnaðust fólk, sum vóru á bryggjuni, at roykur kom úr skipinum, og løgreglan og sløkkilið vórðu boðsend. Sambært vaktahavandi hjá løgregluni var eldurin lítil, og hann breiddi seg ikki víðari úr maskinrúminum. Eingin fekk skaða av eldinum. Enn er tó ov tíðliga at siga nakað um orsøkina til eldsbrunan. Kanningar skulu gerast umborð, og onkur afturat skal avhoyrast, upplýsir løgreglan. Hinvegin svíkja inntøkurnar frá meirvirðisgjaldinum. Búskaparfrágreiðingin, ið fylgdi við fíggjarlógaruppskotinum fyri 2016, hevur dagførdar metingar av landskassans útreiðslum og inntøkum í ár. Landsskatturin verður 45 milliónir krónur hægri enn higartil mett. Felagsskatturin verður 26 milliónir hægri, kapitalvinningsskatturin verður 130 milliónir krónur hægri enn higartil mett, og inntøkurnar frá skrásetingargjaldi vera 19 milliónir hægri. Sambært dagførdu metingunum vera inntøkurnar frá meirvirðisgjaldi 66 milliónir krónur lægri enn higartil mett, og eisini avgjøldini á alivinnuna og fiskivinnuna vera lægri. Avgjald á fiskatilfeingi verður sambært nýggjastu metingini 26 milliónir lægri enn higartil mett, og loyvisgjaldið á alivinnuna verður 20 milliónir lægri. Landið fær, sambært nýggjastu metingunum, bara helvtina av teimum pengum, sum almennu partafeløgini og grunnarnir skuldu spýta í landskassan í ár. Roknað var við 63,5 milliónum í útluting frá partafeløgum og grunnum nýggjasta metingin sigur 30,6 milliónir. Samanumtikið fær landskassin 74 milliónir krónur meira í inntøku í ár enn roknað var við, tá fíggjarlógin fyri 2015 varð samtykt. Tá er hædd tikin fyri, at gjaldið til barsilsskipanina er flutt av fíggjarlógini í serligan grunn. Rani flytir út á bygd saman við mammuni og systrini. Pápin og mamman eru skild, og nú skal Rani byrja av nýggjum á heilt øðrum staði og finna sær aðrar vinir. Hetta er ikki lætt, tí at fleiri av nýggju floksfelagunum hyggja ikki at honum við blíðum eygum. Tað hevur við sær, at samstundis sum Rani skal berjast við longsulin eftir pápanum og sorgina yvir, at foreldrini ikki longur eru saman, skal hann eisini stríðast við at fóta sær í spildurnýggjum umhvørvi. Bókina hevur Ingun Christensen skrivað. Søgan er í 10 pørtum. Lív Højsted Horsdal lesur. Olju og frálandavinnan má brynja seg til, at oljuprísurin ongantíð aftur kemur upp á tað støðið, sum hann var í fjør, áðrenn hann byrjaði at lækka, heldur danski greinarin, Christin Tuxen. Sum gongdin er í løtuni, so er vandi fyri at oljuprísurin bert fer ein veg, og tað er niðureftir, sigur Christin Tuxen, greinari, ið starvast hjá Danske Bank, við DR . Prísurin á olju er næstan lækkaður við eini helvt seinasta árið, og tað hevur havt við sær, at nógv størv eru horvin í oljuvinnuni, og útlitini eru einki serlig. Vit síggja á gongdini, at prísurin er við at leggja seg á 50 dollarar tunnuna, og tað má vinnan laga seg eftir, sigur greinarin hjá Danske Bank. Christin Tuxen í Danske Bank sigur seg rokna við, at seinast í 2016 fer oljuprísurin at leggja seg á eitt støði, sum er 65 dollarar fyri tunnuna. Tilsamans vóru 66.569 gistingar í føroysku ferðavinnunu fyrra hálvár í ár. Tá eru gistingarnar í samband við sólarmyrkingina í mars ikki taldar við, skrivar Hagstovan . Samanborið við sama tíðarskeið í 2014, vóru 9.247 fleiri gistingar fyrra hálvár í ár samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Vøksturin svarar til 16 prosent. Flestu útlendsku ferðafólkini, ið gistu á gistingarhúsum fyrra hálvár í ár, vóru úr Danmark, Noregi, Bretlandi og aðrastaðni úr Evropa, sambært yvirlitinum hjá Hagstovu Føroya. Í 1991 pakkaði mamma Leif Anderssen viðførið, keypti ferðaseðlar og fortaldi børnum sínum, at tey fóru at ferðast í Føroyum. Hon fortaldi tó ikki, at hon bara hevði keypt einvegis ferðaseðlar og tey ikki fóru aftur til Kanada. Børnini fingu ikki møguleikan at siga farvæl við vinfólk og grannar. Tá summarferian var av, fingu vit at vita, at vit skuldu í skúla her og ikki fóru heimaftur, greiðir Leif millum annað frá. Upplivingin stendur sterkt í minninum hjá Leif, sum hevur gjørt ein sang um hetta. Mána týs miku hós og fríggjamorgun, svimur 93 ára argjamaðurin, Sverri Mortensen og hann ivast onga løtu, at tað er svimjingin, sum heldur hann ungan. Sverri hevur svomið í svimjihøllini í Gundadali, so at siga hvønn morgun, síðan høllin lat upp 18 desember 1982. Dánjal Norðberg, skraddarin, sum var á sama liði sum Sverri, er 90 ár, og hevur svomið í Havn seinastu 15 árini. Triði maðurin á liðnum var unglingin Arnold Eyvindsson, sum er borin í heim 1947. Svimjisamband Føroya skipaði um vikuskiftið fyri Nordic Open Masters Championships 2015, í Svimjihøllini í Gundadali. Tilsamans 318 svimjarar úr 8 londum kappaðust í 14 aldursbólkum, har yngsti svimjari er 25 ár, og elsti 93. Talan er um Norðurlendsku Meistarastevnuna fyri Masters, sum samstundis er skipað sum opin kapping, ið merkir at eisini onnur enn norðurlendingar kunnu luttaka. Fyribils fara tey at steðga á við oljuboringini í tvey ella trý ár. Orsøkin er lækkandi oljuprísurin og tiltøkini, sum fleiri lond hava sett í verk ímóti Russlandi. Russland hevði ætlanir um at bora 14 hol í havbotnin í 2017, men nú verður bert talan um tvey hol, sigur varastjórin í oljumálaráðnum, Denis Khramov. Ætlanin er, at Russland fer at bora 28 hol í 2019, ístaðin fyri 19, sigur hann. Khramov vísir á, at tiltøkini sum ES og USA hava sett í verk ímóti Russlandi hava við sær, at Russland hevur ilt við at fáa neyðugu tøknina til vega, so borast kann í havbotnin. Russland boraði 11 hol í havbotnin í fjør, sigur hann. Oljufelagið Rosneft eigur átta av leiðunum sum steðga á og Gazprom fimm, sigur varastjórin í oljumálaráðnum. Tað, sum hann ikki hugsaði um hasa løtuna, var, at hann gloymdi at stilla kranan á bilinum heilt niður aftur, eftir at hann hevði brúkt hann. Eg merkti eitt rykk í bilinum, og brádliga var eg á veg inn ímóti vegginum í tunnlinum. Tá eg rakni við aftur, var tað, sum var eg fastur og fekk als ikki flutt meg, sigur Eyðun Hansen. Í Vegamótinum fortelur Eyðun Hansen, hvussu alt lívið broyttist hjá sær og familjuni handa dagin, tí frá tí degnum gjørdist tann annars so virkni maðurin lamin. Eisini villfiskurin er raktur av eitrinum, og tað er ikki gott, sigur Ulf Garstad, ið hevur fiskað rækjur í norskum firðum í meira enn 40 ár. Alibrúkini brúka so nógv sløg av eitri fyri at sleppa av við lúsina, at tað ávirkar lívið í sjónum. Fyri nøkrum árum síðani vóru royndir tiknar av rækjunum, tí skelin hevði fingið skaða. Tá tær royndirnar vórðu tiknar fyri nøkrum árum síðani, varð lúsaevnið Diflubenzuron funnið í rækjunum. Vit boðaðu myndugleikunum frá hesum, men einki hendi, sigur Ulf Garstad. Eisini avføringur frá alifiski dálkar illa. Fiskakloakkin týnir stór øki. Fyrr var ríkt gróðrarlív á botninum, nú er tað slíggjut og deytt. Lúsavatnið, sum teir reinsa laksin fyri lús í, dálkar eisini. Tað lata teir renn beint út í fjørðin, sigur norski rækjufiskarin, Ulf Farstad, sambært NRK. Hetta er týdningarmikil orsøk til, at næstan ongar rækjur eru eftir í norsku firðunum á vesturlandinum og norðeftir til okkum her í Trøndelag, sigur Ulf Garstad. Hann heldur ikki, tað hjálpir, at alibrúkini halda seg innanfyri lógarkrøvini. Sum tíðin líður við so nógvum útláti, raka og ávirka vit natúrligu gongdina. Tað mugu politikkarar skjótt duga at síggja, sigur Ulf Garstad. Tað boðar Heimsbankin frá. Markið fyri, nær fólk liva í ógvusligum fátækradømi, hevur Heimsbankin sett til 1,9 amerikanskar dollarar um dagin, slakar 13 krónur. Áður hevur markið verið 1,25 dollarar, 8krónurog 30. Talið av fátøkum í hesum lægsta inntøkubólkinum er minkað úr 12,8 prosentum í 2012 niður í 9,6 prosent í ár. Tó sigur Heimsbankin, at gongdin sunnan fyri Sahara í Afrika vekir stúran. Hóast forsagnirnar hjá Heimsbankanum siga, at ringa fátækradømið í hesum øki í Afrika fer at minka úr 46,6 prosentum í 2012 niður í 35,2 prosent við árslok í ár, telja hesi fólk umleið helvtina av heimsins fátæku. Vit eru fyrsta ættarlið í menniskjans søgu, sum kunnu fáa ringa fátækradømið at enda, sigur Jim Yong Kim, ið er forseti í Heimsbankanum, við BBC. Tó ávarar Jim Yong Kim um, at torført verður at koma longur fram á leið í stríðnum at basa ringasta fátækradøminum. Altjóða vøksturin minkar, tí stríð valdar í fátøkum londum, og at ring árin frá veðurlagsbroytingum eru farin at merkjast. Sambært nýggjastu metingunum hjá Fíggjarmálaráðnum verða inntøkurnar frá meirvirðisgjaldi 66 milliónir krónur lægri enn higartil mett, hóast tað gongur væl í samfelagnum. Vit arbeiða við eini útgreining, sum verður latin Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum, sigur Atli Leo, ráðgevi í Fíggjarmálaráðnum, við útvarpið. Sambært dagførdu metingunum vera inntøkurnar frá meirvirðisgjaldi 66 milliónir krónur lægri enn higartil mett. Tað hendir samstundis sum Fíggjarmálaráðið roknar við at fáa nógv meira inn í skatti. Hvørki í fíggjarlógaruppskotinum ella í búskaparfrágreiðingini, ið fylgir við uppskotinum, verður gongdin við fallandi mvg inntøkunum útgreinað stórvegis. Víst verður bara á, at nógv virksemi er í landinum. Tí vaksa negativu uppgerðirnar av íløgu mvg num. Metingin byggir stórt sæð bara á, at soleiðis hevur verið onnur ár, tá nógv virksemi hevur verið í landinum. Hetta er tó ikki øll orsøkin, staðfestir Atli Leo, ráðgevi í Fíggjarmálaráðnum. Íløgu mvg ið er vanliga ein forskjóting millum inntøkur og útreiðslur, ið javnar seg aftur. Aðrar orsøkir til fallandi mvg inntøkur kunnu vera, at minni verður keypt, at oljuprísurin er lækkaður og so framvegis. Fyrstu sjey mánaðirnar í ár minkaði innflutningurin av brennievni heili 182 milliónir krónur. Verður hetta gongdin alt árið í ár, so minkar innflutningurin góðar 300 milliónir. Meirvirðisgjald verður roknað av brennievni, ið verður selt privatfólki, meðan fyritøkur fáa mvg ið endurrindað. Greiningin hjá Fíggjarmálaráðnum av lækkandi mvg inntøkunum skal vera tøk, tá fíggjarnevndin hjá løgtinginum fer at viðgera fíggjarlógaruppskotið fyri 2016, upplýsir Atli Leo, ráðgevi í Fíggjarmálaráðnum. Felagsskatturin verður 26 milliónir hægri, kapitalvinningsskatturin verður 130 milliónir krónur hægri enn higartil mett, og inntøkurnar frá skrásetingargjaldi vera 19 milliónir hægri. Skattainntøkurnar byggja á staðfest mánaðarlig tøl, umframt búskaparvøksturin í landinum. Høvuðsorsøkin til økta kapitalvinningsskattin er at finna í hægstarættardóminum í mars. Har fekk TAKS viðhald og tí kann krevja okkurt um 75 milliónir krónur í kapitalvinningsskatti frá partaeigarunum í Varðanum. Teir pengarnir verða nú inntøkuførdir sum kapitalvinningsskattur fyri 2015. Eisini hava fyritøkur útgoldið lutfalsliga nógv í vinningsbýti, og tað gevur fleiri inntøkur til landskassan enn roknað varð við. Hinvegin verða avgjøldini á alivinnuna og fiskivinnuna lægri, sambært nýggjastu metingini. Avgjald á fiskatilfeingi verður sambært nýggjastu metingini 26 milliónir lægri enn higartil mett, og loyvisgjaldið á alivinnuna verður 20 milliónir lægri. Samanumtikið fær landskassin 74 milliónir krónur meira í inntøku í ár enn roknað var við, tá fíggjarlógin fyri 2015 varð samtykt. Tá er hædd tikin fyri, at gjaldið til barsilsskipanina er flutt av fíggjarlógini í serligan grunn. Atløgusíðan verður 800 metrar, við 12 til 15 metra dýpi. Útbyggingin er neyðug, tí fyritøkur spyrja javnan um hvørjar ætlanir eru, sigur Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavík Útbyggingin av havnaøkinum í Runavík fer at kosta millum 120 og 150 milliónir krónur, vísa metingar. Tað sigur Vinnuhúsið , nú danska Vinstrastjórnin hevur sett hesa skipanina i gildi aftur. Boligjobordningen, sum skipanin eitur á donskum, er galdandi frá 1. januar í ár til 2017. Verður skipanin sett í gildi, merkir tað, at eini hjún kunnu draga tilsamans 15.000 krónur frá í skatti, ætla tey til dømis at skifta vindeyguni í húsinum Vinnuhúsið heldur, at hetta er ein góð skipan, sum vit eiga at umhugsa at seta í gildi í Føroyum. Hon eggjar fólki til heldur at biðja handverkarar gera arbeiðið. Tað er tryggari, og dygdin er betur. Longur tíð gongur, til næsta umvæling skal gerast, og tað merkir, at umvælingin verður bíligari í longdini, sigur Vinnuhúsið. Norska Sonja Rand Beaton hevur leitað væl og leingi og hon leitar framvegis. Nú spyr hon føroyingar um hjálp, so hon kann finna tvíburabeiggjar sínar. Kvinnan biður nú føroyingar um at hjálpa sær, tí pápin var í Føroyum fyrst í 1950 unum. Kvinnan heldur, at føroyingar kanska kunnu hjálpa sær í leitanini. Roynt hevur verið at finna upplýsingar um beiggjarnar hjá myndugleikunum. Har varð einki funnið, ið kann loysa gátuna um tvíburabeiggjarnar, ið kvinnan leitar eftir. Pápi tvíburarnar var enskur, og búði í Føroyum fyrst í 1950 unum, sambært eftirlýsingini, ið Sveinur Tróndarson hevur sent út fyri kvinnuna á Facebook. Í mars í 1951 fekk pápi tvíburarnar bústað í Havn, og fyrst í apríl mynstraði hann við sluppini, Torrasól, ið fór til Íslands at fiska. Les alla eftirlýsingina omanfyri. Nes er ein gomul prestbygd og gamla kirkjan og ikki minst gamli prestagarðurin hava eina ríka søgu, sum Ólavur Magnussen greiðir frá í sendingini. Fyrr var presturin samstundis stórbóndi og hevði nógv fólk í arbeiði. Umleið 325 fólk búgva á Nesi. Millum ungfólkini, ið nýliga hava sett búgv, eru hjúnini Anna Elisabeth og Sámal Jákup Gøte, hon av Tvøroyri og hann úr Leirvík. Tey eru bæði lærarar í Klaksvík, men hava bygt sær nýggj hús á Gaddavegnum, har tey trívast avbera væl. Eiler Hansen er blivin sum ein annar maður, síðani hann fór at taka Magnesium tablettir hvønn dag. Hann kennir ikki seg sjálvan aftur, tí orkan er av álvara komin aftur. Úti á Rætt, uttast á Nesi, eigur William Hansen nú gomlu húsini hjá abbanum og ommuni, har hann fyri ein stóran part vaks upp. Hetta er veruligur hugni, sigur William. Niðri á Neshamri er gamla spælhúsið komið til heiður og æru aftur. Her hava hegnigir menn gjørt eina serliga vatnskreiðubreyt, sum bæði vaksin og børn brúka dúgliga. Næsta summar fara tey eisini at taka eitt neyst í brúk, so umstøðurnar verða betri. Bretsku hermenninir høvdu stórt virksemi á Nesi undir seinna heimsbardaga, og framvegis sæst ymist frá hesum. Meinhard Hansen vísir okkum gomlu barakkina, sum var elverk hjá bretum. Nú er barakkin eini hugnalig og snøgg summarhús hjá soninum Jákupi. Sjálvur hevur Meinhard bygt omaná lóðurgoymsluna, sum nú er kjallari og sær út sum hon gjørdi tá, og beiggin Hugo bygdi oman á aðra kanónina, og kjallarin hjá teimum er eisini óbroyttur. Jan Højgaard hevur verið formaður í Fiskimannafelagnum síðani 2007, og hetta er triðja skeiðið. Freistin at stilla upp er fríggjadagin 4. desember á middegi. Sambært reglunum hevur hvør sókn rætt til at stilla eitt fólk upp til formansvalið, og limir á skipum, sum eru burtur, tá uppstillað verður, hava eisini rætt at stilla eitt fólk upp. Maður er uppstillaður sum formanevni, um tríggjar sóknir ella skipsmanningar skjóta hann upp. Nýggja formansskeiðið í Fiskimannafelagnum byrjar 1. februar í 2016. Tá freistin var farin, vóru bert tríggjar umsóknir komnar, men Mentamálaráðið vil hava fleiri umsóknir at velja ímillum, og nú er starvið lýst leyst av nýggjum. Umsóknarfreistin er 20. oktober. Nýggi skúlastjórin tekur við eftir Ólav Thomsen, sum í summar varð settur sum skúlastjóri í Fuglafirði. Hendingin fór fram aftanfyri Sjónleikarhúsið í Havn mikukvøldið millum klokkan 23 og hálvgum eitt um náttina, tá ein kvinna síðst í 20 unum varð álopin aftanífrá og koyrd um koll. Fríggjadagin heitti løgreglan á fólk, um at siga frá, um tey høvdu sæð eitthvørt. Fleiri fólk hava síðani vent sær til løgregluna, sum hevur fleiri spor at miða seg eftir. Hildur Hentze, leiðari á kriminaldeildini sigur, at løgreglan hevur kannað málið á fleiri økjum, millum annað við at kanna upptøkutól í býnum og við at spyrja seg fyri har ungfólk savnast. Eisini eru DNA royndir sendar til kanningar. Hon sigur, at sporini eru somikið góð, at nú er ikki langt á mál, hóast okkurt restar í. Onkur er undir illgruna, og verður helst tikin fyrsta dagin. Sporini eru somikið góð, at viðkomandi átti sjálvur at boðað løgregluni frá. Tað hevði gjørt alt málið lættari, sigur Hildur Hentze, leiðari á kriminaldeildini. Í løtuni stoypir byggifelagið Kanjon fundamentini til bygningarnar á Biskupsstorgi, sum skulu hýsa 30 leiguíbúðum og handilsvirksemi. Herfyri varð fyrsti stýrisfundur fyri miðbýarætlanina hildin. Har varð Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, kunnaður um gongdina í verkætlanini, og hann letur væl at arbeiðsgongdini. Tað er gott at síggja tær stóru broytingarnar á byggiplássinum, tí so líðandi fara bygningar eisini at taka skap, sigur hann við heimasíðuna hjá Klaksvíkar kommunu. Men tað var alt ov seint hjá Fótbóltssambandinum at fáa tað at vita, tí FSF gavst at selja ferðir til dystin, tá boðini fyri trimum vikum síðani komu um, at bara nakrir heilt fáir áskoðarar úr hvørjum landi sluppu til dystin Tað varð gjørt, tí UEFA revsaði Ungarn fyri vánaligan atburð hjá áskoðarunum í dystinum móti Rumenia. Hetta kostaði FSF okkurt um 200.000 krónur í mistum inntøkum. Tøknin er har, og føroyski skúlin er búgvin. Nú vantar bara, at peningur verður settur av og markaður til talgilda menning. Tað staðfestir Andr F. Danielsen, lærari og telduvørður í Stranda skúla, í samrøðu við Skúlablaðið. Stranda skúli var millum fyrstu skúlarnar í landinum, sum keyptu teldlar til allar sínar næmingar í 2011. Teldlarnir verða brúktir sum samskiftis , lesi og skriviamboð. Nú hava vit roynt teldlar í nøkur ár, og tað er eingin ivi hjá okkum, at tøknin gevur okkum møguleika at hava enn betri undirvísing, sigur Andr F. Danielsen við Skúlablaðið. Andr F. Danielsen heldur, at Nám átti at fingið eina ávísa upphædd at menna nógv meiri talgilt tilfar, men tað skuldi eisini verið eitt krav, at ein partur verður boðin út, tí nógvir dugnaligir kt mennarar eru aðrastaðni enn á Námi. Hann eftirlýsir eisini ein politiska kt visjón, sum sæst aftur í fígging, og at lærarar og skúlar fara at viðgera ikki, um vit skulu hava talgildan skúla men hvussu vit fáa best burtur úr talgilda skúlanum. Seinni í hesum mánaðinum skipar Nám fyri ráðstevnu í Norðurlandahúsinum fyri øllum lærarum í skúlaverkinum um skúlan í netverkssamfelagnum. Jan Rasmussen hevur kannað øll tey, sum frá 1979 til 2011 brádliga eru deyð og har líkskoðan varð gjørd, eini 40 tilsamans. Vit hava kannað vevnaðin hjá hesum, og vit endaðu á 13, sum vóru deyð av CTD, sigur Jan Rasmussen. Øll deyð av sandoyar variantinum Ílegukanningar vístu, at øll hesu høvdu álvarsama variantin av CTD, N32S N32S, eisini róptur sandoyarvarianturin. Umleið 150 føroyingar hava fingið staðfest CTD, og umleið 50 av hava hetta slagið, tvær ferðir N32S Hetta vísir, at tað er serliga tey, sum vit skulu halda eyga við og sum ikki sleppa undan at taka karnitin, sigur Jan. Tíggindi hvør er berari Ein út av 300 føroyingum hava sjúkuna, CTD, og tíggjundi hvør føroyingur er berari. Um man skal fáa nakað positivt burtur úr hesum, so hava tey avvarðandi fingið svar uppá, hví hesu ungu brádliga doyðu, sigur Jan Rasmussen, lækni og Ph.d 15.000 føroyingar hava enn ikki latið seg kanna fyri CTD. Til ber at lata seg kanna beinleiðis á laboratoriinum á Landssjúkrahúsinum. Rani flytir út á bygd saman við mammuni og systrini. Pápin og mamman eru skild, og nú skal Rani byrja av nýggjum á heilt øðrum staði og finna sær aðrar vinir. Hetta er ikki lætt, tí at fleiri av nýggju floksfelagunum hyggja ikki at honum við blíðum eygum. Tað hevur við sær, at samstundis sum Rani skal berjast við longsulin eftir pápanum og sorgina yvir, at foreldrini ikki longur eru saman, skal hann eisini stríðast við at fóta sær í spildurnýggjum umhvørvi. Bókina hevur Ingun Christensen skrivað. Søgan er í 10 pørtum. Lív Højsted Horsdal lesur. Amerikanski varskógvarin Edward Snowden, sum hevur verið í Russlandi, síðani hann lak trúnaðarupplýsingar um umfatandi loynilurting hjá USA, vil sleppa heimaftur. Tað segði hann í eini samrøðu við BBC í gjárkvøldið. Hann greiddi frá, at hann fleiri ferðir hevur boðið sær til at koma aftur til USA fyri at fáa sína revsing har, men myndugleikarnir eru enn ikki komnir við nøkrum formligum tilboði. Tá Facebook letur amerikanskar njósnarar sneyta í dátum hjá fólki á sosiala miðlinum, bróta teir eina 15 ára gamla avtalu millum ES og USA. Tí eru dátur hjá evropearum ikki nóg væl vardar, tá tær enda í amerikanskum dátugrunnum. Tað sigur ES dómstólurin í eini avgerð, sum kann fáa víðfevndar avleiðingar fyri Facebook. 28 ára gamli eysturríkarin, Max Schrems, sum lesur løgfrøði, legði málið fyri ES dómstólin. Upprunaliga varð málið reist í írska dátueftirlitinum, sum vísti tað frá sær. ES dómstólurin sigur nú, at írska dátueftirlitið átti at havt viðgjørt málið, og at dátur hjá ES borgarum eru ikki nóg væl vardar sambært galdandi avtalu millum ES og USA. Avtalan kom í gildi í 2000, tá alnetið var nýtt. Hon skal tryggja, at dátur hjá ES borgarum skulu viðgerast á tryggan hátt, hóast tær verða útflýggjaðar øðrum londum, sum hava linari reglur, eitt nú USA. Síðani hevur alnetið vundið upp á seg, og í 2013 avdúkaði amerikanski varskógvarin, Edward Snowden, at amerikanska trygdartænasta, NSA, ótarnað kann sneyta í dátum, sum eitt nú verða lagdar út á Facebook. Eygleiðarar siga, at avgerðin hjá ES dómstólinum merkir í fyrstu syftu, at Facebook ikki kann senda dátur úr ES londum, men kann verða noytt til at varðveita dáturnar lokalt. Hóast málið fyrst og fremst snýr seg um Facebook, umfatar avtalan umleið 4.000 aðrar fyritøkur, eitt nú Google, Microsoft og Apple. Kappingin verður bólkað í fýra, rasarasúkklur, gøtubardagakroppar streetfighters , ellisakfør og heimasmíðaðar motorsúkklur. Hvør einstakur bólkur fær ein dag á Torginum. Hvønn dag velja dómararnir tær sermerktastu og flottastu burturúr, og seinasta dagin verða allar sýndar fram. Samstundis verða vinnararnir í ymsu flokkunum funnir. Nú eru aftur røddir frammi í Tórshavnar Býráði, sum krevja, at húsaeigarar úti á Reyni eisini skulu búgva har. Kristian Blak, ið hevur reynabúgvi í mong ár, tekur væl ímóti hugskotinum. Hann saknar meiri lív í gomlu Havnini. Morgunsendingin skiftir orð við 8 ára gamla Bartal Klein, sum er stórur Harry Potter fjeppari. Mamman hevur lisið allar sjey bøkurnar upp fyri honum, men nú er Bartal Klein farin at lesa sjálvur. Tað er eingin trupulleiki, at bøkurnar eru fleiri hundrað síður, sigur hann. Eisini er Niels Jákup Thomsen, leiðari á Bókadeild Føroya Lærarafelag, í útvarpsstovuni. Hann hevur verið til at ritstjórna allar bøkurnar. Niels Jákup Thomsen greiðir frá, at hóast tey hava havt nýggju bókina í eina tíð, so hevur verið teimum lagt eina við, at eingin annar slapp at síggja hana fyri útgávudagin. Eitt amerikanskt ferðafólkaflogfar varð í gjár noytt at neyðlenda í New York, eftir at flogskiparin brádliga doyði, skrivar tíðindastovan, Ritzau. Flogfarið var á veg úr Phoenix í Arizona til Boston, Massachusets, tá annarflogskiparin boðaði flogfyriskiparum á jørðini frá, at flogskiparin var deyður. Ein flogterna, ið eisini er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur, gav flogskiparanum fyrstuhjálp og royndi at fáa lív í hann aftur, men lívið hjá flogskiparanum stóð ikki til at bjarga. Tey 147 ferðafólkini fingu ikki at vita beinanvegin, at orsøkin at flogfarið brádliga setti seg í New York var, at flogskiparin var deyður, sambært tíðindastovuni hjá Ritzau. Tað var ikki fyrr enn nýggj flogmanning kom umborð í flogfarið hjá American Airlinews, at ferðafólkini fingu at vita, at flogskiparin var deyður brádliga. VRE bakterian og CPE bakterian eru mótstøðuførar móti flestu sløgum av antibiotika, og tí kunnu tær vera vandamiklar hjá fólki, sum eru innløgd til skurðviðgerðir og viðgerð fyri álvarsamar sjúkur. Í fjør var VRE bakterian staðfest hjá 303 sjúklingum. Tað eru 30 prosent fleiri enn árið fyri og seks ferðir fleiri enn í 2012. CPE bakterian varð staðfest í 35 royndum hjá 29 sjúklingum. At kalla einki antibiotika rínur við CPE, og tí verður hetta slagið av bakterium millum serfrøðingar mett at vera ein stór hóttan. Eisini tann meira kenda MRSA bakterian ger alsamt meira um seg á donsku sjúkrahúsunum. Tilsamans 3000 tilburðir av MRSA vóru staðfestir í 2014, og tað eru 1000 fleiri enn árið fyri. Robert Skov er mikrobiologur og yvirlækni á deildini fyri antibiotika resistens og sjúkrahúshygiejnu, mikrobiologi og diagnostik á Serum stovninum hjá danska statinum. Hann ávarar um gongdina, staðfest í nýggjastu Danmap frágreiðingini. Avleiðingin kann í ringasta føri vera, at tað verður truplari ella enntá ógjørligt at viðgera sjúkur, sum annars kunnu viðgerast í dag. Rasmus Rasmussen prógvar, at hansara tónleikaligi sjónarringur spennur ógvuliga víða. Vit hoyra bæði myrkan metal tónleik og vakran klassiskan tónleik. PKU er blóðroynd, ið verður tikin av øllum pinkubørnum nakara fáa tímar eftir at tey eru fødd. Tey verða kanna fyri 16 ymiskar viðføddar sjúkur, har millum CTD. Men PKU fangar ikki CTD hjá pinkubørnum, og tí er ætlanin, at øll pinkubørn í Føroyum skulu ílegukannast fyri ílegusjúkuna CTD í framtíðini. Hagtøl vísa, at tað eru pinkubørn ið ikki verða fangað við PKU royndini. Umleið 600 børn verða fødd í Føroyum um árið, og roynt statistiskt so hava eini 2 3 av teimum pinkubørnum CTD. Síðan 2013 hevur onki pinkubarn fingið staðfest CTD og bert seks síðan 2010. So út frá hagtølinum, so eru smábørn har úti, ið hava CTD, men ikki fáa viðgerð fyri sjúkuna. Í sendingini greiða læknanir Ulrika Steuerwald og Jan Rasmussen frá sjúkuni CTD, og mammurnar Paula Nicolajsen og Sunneva M. Jensen fortelja hvussu tað var at fáa barn við CTD og hvussu barnið hevur tað í dag. Landssjúkrahúsið Ambulatoriið tann blái bygningurin Mánadag fríggjadag millum klokkan8 11 Klaksvíkar Sjúkrahús mánadag fríggjadag millum klokkan8 10 Á læknamiðstøðini í Gøtu Hósdag millum klokkan08.15 09.30 Suðuroyar Sjúkrahús Mánadag fríggjadag millum klokkan8 13 Á heilsumiðstøðini á Vági Týsdag og hósdag millum klokkan9 11 Fyri tveimum vikum síðani hevði umleið triði hvør føroyingur ikki latið seg kanna fyri CTD sjúkuna. Tað talið er helst lægri nú, tvær vikur seinni. Nógv fólk hava tikið við áheitanini at lata seg kanna fyri CTD, og bíðitíðin á Rannsóknarstovuni hevur verið longri seinastu dagarnar, boðar Landssjúkrahúsið frá. Greinin heldur fram niðanfyri. Nógv fólk hava tikið við áheitanini frá serfrøðini um, at lata seg kanna fyri CTD. Landssjúkrahúsið boðar frá, at frá í morgin mikudegnum 7. oktober fara fleiri fólk at taka CTD blóðroyndir á Rannsóknarstovuni, fyri at minka um bíðitíðina. Tað var í eini almennari áheitan 27. september, at CTD foreldrabólkurin heitti á fólk um at lata seg kanna fyri CTD sjúkuna, eftir at foreldrabólkurin var savnaður á fundi. Síðani tá hava miðlarnir eisini varpað ljós á evnið í fjølmiðlaumrøðuni. Kringvarpið sendir klokkan 17 05 í dag Vitan , ið hesa ferð snýr seg um CTD sjúkuna. Talan er um at gera tunnilin til Viðareiðis lidnan, gera nýggjan tunnil til Hvalbiar, og gera tveir nýggjar tunlar norð um Fjall á Borðoynni. Bíðast kann ikki eftir tunnilsætlanini, sum er sett út í kortið, sigur borgarstjórin í Hvannasunds kommunu, Katrin Næs. Nú er skjótt eitt ár liðið síðani Kaj Leo Holm Johannesen, táverandi løgmaður tók øll fiskirættindi frá garnaskipinum Anitu. Seinni gjørdi hann av at taka øll rættindi frá skipinum til 31. august í 2016, næstan eitt ár aftrat. Reiðaríið hevur fingið boð um at gera ein part av krøvunum upp, áðrenn næsti fyrireikandi fundurin verður í rættinum, og tað verður ikki fyrr enn í desember. Málið kemur neyvan fyri í rættinum fyrr enn einaferð næsta ár. Nakað eftir at loyvini vórðu tikin frá skipinum, varð Anita sigld til Spania, og har liggur hon enn, tí eigararnir kunnu einki gera. Jens Andrias Vinther, advokatur hjá reiðarínum sigur, at munnlig boð eru komin úr Fiskimálaráðnum um, at skipið fær eingi loyvi aftur, fyrr enn málið er avgreitt í rættinum. Tað hevur við sær, at eigararnir heldur ikki fáa selt skipið, um áhugi var fyri tí. Áhugaðir keyparar eru, vísir Jens Andrias Vinther á, men av tí at skipið eingi fiskiloyvir hevur, og ikki fær nøkur loyvi í bræði, er eingin meining í at selja skipið. Longu tá løgmaður fyri einum ári síðani tók øll loyvir frá Anitu, boðaði reiðaríið frá, at endurgjaldskrav fór at verða lagt fyri rættin. Tað var frá tí at løgmaður í fjør tók loyvið frá skipinum, og til dómur fall í Føroya rætti í desember í fjør. Har vórðu bæði reiðari og skipari dømdir at gjalda bót fyri brot í lógina um vinnuligan fiskiskap. Fyrr í ár tók Kaj Leo Holm Johannesen so øll loyvi frá Anitu til 31. august í 2016. Tað verður so gjørt upp í einum endurgjaldskravi. Á fyrireikandi rættarfundinum fríggjadagin, bað advokaturin hjá Løgmansskrivstovuni, Jógvan Páll Lassen, reiðaríið um at upplýsa ognarviðurskiftini í Anitu. Tað vildi reiðaríið ikki, sigur hann. Tí fer hann at biðja rættin um at hava tað við í sínum metingum, tá dømast skal í málinum. Jens Andrias Vinther, advokatur hjá reiðarínum sigur, at spurningurin um ognarviðurskiftini ongantíð er tengdur uppí málið og tí eigur tað heldur ikki at gerast ein partur av málinum nú. Nær næsti fundurin verður í rættinum, er ikki greitt, men tað verður í fyrsta lagi í desember. Og roknað verður ikki við, at málið um endurgjaldskravið kemur fyri í rættinum fyrr enn einaferð í 2016. Í síðstu viku gav 21 ára gamla Rebekka Petersen nýggja lagið Mánakvøld út, har Líggjas Olsen sat við tagentarnar. Rebekka gav sína fyrstu fløgu út í 2014, sum fekk navnið Byggi Borgir . Síðani hevur hon skrivað nógv løg, og tað nýggjasta er at hoyra niðanfyri. Hoyr fleiri av hennara løgum her . Á umhvørvisdeildini hjá Tórshavnar kommunu kenna tey heldur ikki til líknandi tilburðir áður. Marius M ller, leiðari, heldur, at tað kann verða trupult at finna fram til syndaran. Krovini í Kollafirði verða tikin upp og burturbeind. Tær báðar Svanna og Kristina greiddu frá hvussu tað er, at ganga mótashow, og eisini spurdu vit hvat var tað hottasta , ið gentur kunnu læta seg í, í dag. Men tá fór Anja Danielsen í Fleyr, sum mest er kend fyri hørðu smashini, aftur at serva, og hon gavst ikki, fyrr enn Fleyr hevði vunnið seg fram um 23 21. Fleyr vann at enda settið 25 23, og henda hvøkkin kom KÍF ikki rættiliga yvir, tí í triðja setti vóru tær bara við í byranini, tá ið tær vóru á odda 4 0. Eftir hetta fór Fleyr avstað við fullari ferð og blásti KÍF av vøllinum. Av tí at nýggja samgongan ikki hevði stundir at gera veruligt uppskot um fíggjarlóg, er uppskotið, sum tingið fer at viðgera í dag, framskriving. Orsøkin er, at landsstýrið skal koma við uppskoti um fíggjarlóg fyri 1.oktober Tølini í fíggjarlógini fyri 2015 eru framskrivað og flutt í uppskotið fyri 2016. Landsstýrið fer so seinni, helst fyrst í desember, at geva Fíggjarnevndini endaligt uppskot, so Fíggjarnevndin kann seta nýggju tølini í álitið um fíggjarlógaruppskotið. Tvær aðrar lógir, sum hoyra til fíggjarlógina, eru eisini á dagsskránni hjá tinginum í dag. Hetta eru lógirnar, sum geva landinum heimild at krevja tilfeingisgjald og gjøld fyri makrel og norðhavssild. Tølini eru tey somu sum í 2015, men neyðugt er, at lógirnar eisini eru galdandi í 2016, tí annars kann landið ikki krevja pengarnar, sum eru tiknir við í fíggjarlógina fyri 2016. Men nýggja samgongan fer neyvan at krevja somu gjøld frá vinnuni sum gamla samgongan gjørdi, so hesar báðar lógirnar verða eisini broyttar seinni. Sambært uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2016 hevur landskassin 144 milliónir krónur í halli næsta ár. Undanfarna samgonga legði stóran dent á, at í 2016 skuldi hallið í fíggjarlógini vendast til yvirskot. Tað ætlar nýggja landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Kristina Háfoss, eisini, segði hon í Degi og viku týskvøldið. Tingfundurin í dag byrjar klokkan hálvgum tvey. Undan tingfundinum í dag hevur Fíggjarnevndin fund, har hon fer at skipa seg av nýggjum. Ruth Vang í Framsókn skal veljast til forkvinnu í nevndini, eftir at Annika Olsen segði sessin frá. Gransking gevur ábending um, at børn hava upp í 40 prosent størri sannlíkindi fyri at fáa astma, um omma teirra roykti, tá hon var við barn, skrivar ScienceNOrdik . Alsamt fleiri fáa astma, og tí royna granskarar at finna svarið, hvat ger, at tað er so. Og nú hava granskarar lagt fram ástøði um, at royking hjá ommuni hevur avleiðingar fyri næsta ættarliðið. Fyri at skilja astma umfarstóttina er neyðugt at vit betur skilja, í hvønn mun lívlanga eksponeringin kann hava ávirkan á sjúkuvandan fyri komanid ættarlið, sigur Caroline Lodge, postdoc í tíðindaskrivi. Úrslitini frá kanningini vísa, at børn, sum fingu astma eftir at tey vóru trý ára gomul, ikki eru ávirkað av roykivanum hjá ommuni. Børn, sum fingu astma tíðliga og framvegis líða undir tí tá tey vóru fýra til sjey ára gomul, vóru upp í 40 prosent størri vanda at fáa astma, um omma teirra roykti. Hetta fevnir eisini um tey, har mamman ikki roykti meðan hon gekk full uppundir hendir. Vit síggja, at roykivanar hjá ommum hava dupult so stóran týdning fyri astma í barnaárum, sum roykivanarnir hjá mammuni, sigur Beril Forsberg, professari við lærda háskúlan í Ume í Svøríki, har kanningarnar vóru gjørdar. Oljurisin, British Petroleum, hevur gjørt semju um at rinda 140 milliardir krónur í endurgjaldi til amerikanskar myndugleikar fyri stóru oljudálkingarvanlukkuna í Meksikanska Flógvanum í 2010. Greinin heldur fram niðanfyri. BP fær revsing sum uppiborið og letur samstundis týdningarmikið endurgjald fyri skaðarnar, sum fyritøkan hevur gjørt á umhvørvið og búskapirnar í økinum, sigur amerikanski løgmálaráðharrin, Loretta Lynch. Fyri einari viku síðani komu tingfólkini hjá Sambandsflokkinum, Fólkaflokkinum og Miðflokkinum við uppskoti um nevndarval. Tey góðtaka ikki, at nýtt fólk uttan nakað fer í Fíggjarnevndina í staðin fyri Anniku Olsen. Tá Annika Olsen fór úr Fíggjarnevndini aftur, boðaði valbólkurin hjá samgonguni frá, at Ruth Vang í Framsókn fer í Fíggjarnevndina í staðin fyri Anniku Olsen. Hendan mannagongdin er brot á bæði siðvenju og tingskipan, siga tingfólkini í teimum trimum andstøðuflokkunum. Tey vilja tí hava allar nevndirnar valdar av nýggjum. Verður tað samtykt í dag, verður nevndarvalið sett á dagsskránna fyri ein annan tingfund. Verða løgtingsnevndirnar valdar av nýggjum, áðrenn Annika Olsen kemur aftur í løgtingið og møguliga í valbólkin hjá samgonguni, Nýggjum sjálvstýri og Sonju Jógvansdóttur, missir samgongan ein nevndarsess til andstøðuna. Tingfólk skulu veljast í 45 nevndarsessir. Tá 20 fólk vóru í størra valbólkinum, átti hann 27 sessir og hin valbólkurin 18 sessir. Nú í oktober, meðan Annika Olsen er í farloyvi úr løgtinginum, eru bara 19 í størra valbólkinum. Tá eigur hann 26 sessir og minni valbólkurin eigur 19 nevndarsessir, upplýsir Løgtingsskrivstovan. Rúni Djurhuus, konsertfyriskipari, sigur, at tónleikarar, sum koma til Føroya vanliga eru lættir at hava við at gera. Tá óvanlig krøv koma, eru hesi oftast frá umboðsfólkunum. Seinastu dagarnar hevur verið skrivað í føroysku miðlinum, um eina norska kvinnu, sum leitar eftir tvíburabeiggjum sínum, sum hon bert hevur hoyrt um, men ongantíð sæð Kvinnan eitur Sonja Rand Beaton. Hon hevur fingið at vita frá skotsku familju síni, at pápi hennara, James Norman Beaton, var føddur í Portree á Isle of Skye tann 20. februar 1929, fyrst í 50 árunum fekk tvíburasynir í Føroyum. Sonja Rand Beaton sigur at allar upplýsingar er viðkomandi fyri at finna tvíburabrøðurnar. Um onkur heldur seg kenna, ella veit okkurt um hesar dreingir, er tú vælkomin at seta teg í samband við morgunsendingina. Tað gert tú við at ringja 347500 og spyrha eftir onkrum í morgunsendingini, ella skriva eitt teldubræv. Morgunsendingin hevur ringt til Sonju Rand Beaton. Yvirskriftin í Útvarpinum var, at færri og færri føroyingar eru limir í fólkakirkjuni. Limatalið er minkað støðugt seinastu 15 árini. Tað er rætt, tá roknað er í prosentum av fólkatalinum. Men hesi 15 árini eru 744 limir komnir afturat í fólkakirkjuni, skrivar biskupur á heimasíðuni hjá fólkakirkjuni. Biskupur sigur, at hann hevur spurt sóknarprestarnar, um fleiri fara úr kirkjuni ella gerast limir í henni. Niðurstøðan er, at heldur fleiri lima seg inn enn út. Tí er ikki talan um, at fólkakirkjan missir limir til aðrar samkomur ella at tey í stórum tali fara úr fólkakirkjuni, tí tey hava annan ella ongan átrúnað, sigur Jógvan Fríðriksson. Í 2000 vóru 84,3 prosent av fólkinum í Føroyum limir í fólkakirkjuni. Nú er talið komið niður í 81,6 prosent. Jógvan Fríðriksson nevnir tríggjar orsøkir. Fleiri útlendingar, nýggir føroyingar eru í Føroyum. Flestu teirra eru kristin við aðrari trúarlæru enn luthersku fatanini. Nakrir nýggir føroyingar hava aðra heimstrúgv. Karismatisku kirkjurnar eru virknar og dugnaligar. Nógv av eldru í teimum eru limir í fólkakirkjuni, hóast tey eru virkin í fríkirkju. Nú er talan um annað og triðja ættarlið. Yngra ættarliðið kennir ikki til fólkakirkjunnar siðvenju og er í minni mun uppvaksið í henni. Tá børn teirra ikki verða doypt í fólkakirkjuni, lækkar limatalið í fólkakirkjuni eina tíð, til tað finnur sína natúrligu legu. Og serliga ungdómurin ynskir skjótar avgerðir og frælsi at virka í tíðini. Tí er nútíðin størri avbjóðing fyri fólkakirkjuna enn fyri aðrar kristnar kirkjur og samkomur, sigur Jógvan Fríðriksson, biskupur. Tað sigur Gitte Klein, sum er varaskúlastjóri í skúlanum við Løgmannabreyt, og sum í kvøld fer at halda fyrilestur við heitinum Talgildur demensur. Hon heldur ikki, at talgildir miðlar eiga at verða brúktir sum arbeiðsamboð hjá teimum smæstu skúlabørnunum, hóast talgildir miðlar longu hava gjørt innrás í fólkaskúlanum. Ein sendari slóknaði, tá 17 dagar vóru gingnir, men hinir fýra sendararnir hava virkað eftir ætlan, sigur Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur á náttúrugripasavninum. Bert sjey hvalir vóru í grindin í Fuglafirði, og tí varð avgerð tikin um ikki at halda henni til, men ístaðin seta sendarar á nakrar av hvalunum. Nú tað eisini er gjørt upp fyri stóra fráflytimánaðin august, minkaði fólkatalið nakað aftur, beint niður um tey 49 túsund. Tað skrivar Hagstova Føroya. Minkingin í august í ár er tó, eins og í fjør, nógv minni enn vanligt er fyri hendan mánaðin, tá stórt tal av ungdómi fer av landinum í útbúgvingarørindum. Hetta gjørdi, at gongdin í fólkatalinum vendi til lítlan fólkavøkstur í 2013 við 117 fólkum og munandi fólkavøkstur í 2014 við 525 fólkum. Hendan gongdin er á leið hin sama nú í 2015. Í 12 mánaðar skeiðinum frá 1. sept. í fjør til 1. sept. í ár er fólkatalið vaksið við 510. Tað kemur av burðaravlopi á 231 og nettotilflyting á 279 í sama tíðarskeiði. Talvur við nýggjastu íbúgvatølunum fyri høvuðsøkini, kommunurnar og oyggjarnar eru at finna í hagtalsgrunninum hjá Hagstovu Føroya. Tí verður Musikkskúlin bygdur við Landavegin sum býráðið samtykti einmælt í mai 2014. Helena Dam á Neystabø væntar, at Musikkskúlin fer at kosta millum 65 og 70 milliónir krónur Fólkaflokkurin í býráðnum mælir eisini til at byggja við Landavegin. Heilsufrøðiliga starvsstovan minnir á, at ikki er loyvt at flyta livandi seyð úr Streymoynni, Eysturoynni og Fugloynni í oyggjar, har seyðasjúkan ridluskriði ikki er staðfest. Til ber at flyta seyð úr oyggjum, har sum ridluskriði ikki er, í Streymoynna, Eysturoynna og Fugloynna, men tá seyðurin er komin hagar, sleppur hann ikki úr teimum oyggjunum aftur. Nú møguligt er at ílegukanna seyðin fyri mótstøðuføri móti ridluskriða, verður undantaksloyvi latið til at flyta livandi seyð millum tær tríggjar oyggjarnar, har ridluskriði er, um staðfest er, at seyðurin hevur góðkent mótstøðuføri móti ridluskriða. Undantaksloyvi verður eisini latið til at flyta seyð úr einari ridluskriðaoyggj í aðra, um seyðurin skal flettast. Fleiri reglur eru eisini um seyðaflutning. Tær eru á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Nýggi forstjórin í týsku bilverksmiðjuni Volkswagen, Matthias M ller, sigur, at gongst sum ætlað, verða allir bilar, sum eru raktir diesel gøluni, sum hon verður nevnd, umvældir næsta ár. Matthias M ller sigur við Frankfurter Allgemeine Zeitung, at fyrstu bilarnir verða kallaðir inn í januar, og ætlanin er at avgreiða allar bilarnar í 2016. Umstríddi ritbúnaðurin ger, at veruliga luftdálkingin kann ikki mátast, tá bilurin er til eftirlit. Dømi er um, at bilurin dálkar 40 ferðir meiri enn loyvt. Hóast Volkswagen hevur sett ritbúnaðin í, kann endin verða, at bileigarin sjálvur noyðist at gjalda. Tá bilurin varð keyptur, slapp keyparin undan einum serligum umhvørvisskatti, tí bilurin varð hildin at fara væl við umhvørvinum. Tá tað nú er staðfest, at bilurin dálkar meiri, hevur eigarin ikki rætt at fáa skattalættan, og kanska noyðist hann at gjalda skattin, sigur tíðindamaðurin hjá danska kringvarpinum í Týsklandi, Michael Reiter. Sambært Volkswagen er talan um bilmerkini Volkswagen, SEAT, Audi og Skoda, sum eru seldir frá 2009 til 2015. Teir hava allir dieselmotorar av slagnum EA 189. Bilar, sum eru seldir eftir september í ár, hava ikki ritbúnaðin, sum svikar við útlátinum. Í Danmark eru umleið 90.000 bilar seldir, sum hava snýti ritbúnaðin, teir flestu av merkinum Volkswagen. VW í Danmark veit ikki at siga, nær bilarnir verða innkallaðir. Fyri einari viku síðani heittu Sambandsflokkurin, Fólkafokkurin og Miðflokkurin á løgtingsformann um at velja løgtingsnevndirnar av nýggjum sambært grein 24 í tingskipanini, nú Annika Olsen hevur lagt frá sær sum forkvinna í fíggjarnevndini, og aftur er uttanflokka á tingi. Men áheitanin vann ikki frama. Tá atkvøtt varð um málið í tinginum seinnapartin, vórðu bert 13 atkvøður fyri og 18 ímóti. Ein atkvøða varð blonk. Valbólkurin hjá samgonguni, Nýggjum Sjálvstýri og Sonju Jógvansdóttir hevur boðað frá, at Ruth Vang í Framsókn er farin í fíggjarnevndina í staðin fyri Anniku Olsen, og Ruth Vang er nú forkvinna í fíggjarnevndini. Samstundis sum Annika Olsen fór úr fíggjarnevndini og Framsókn bað hon løgtingið um farloyvi í ein mánað. Joen Magnus Rasmussen úr fólkaflokkinum er nú varamaður á tingi. Rani flytir út á bygd saman við mammuni og systrini. Pápin og mamman eru skild, og nú skal Rani byrja av nýggjum á heilt øðrum staði og finna sær aðrar vinir. Hetta er ikki lætt, tí at fleiri av nýggju floksfelagunum hyggja ikki at honum við blíðum eygum. Tað hevur við sær, at samstundis sum Rani skal berjast við longsulin eftir pápanum og sorgina yvir, at foreldrini ikki longur eru saman, skal hann eisini stríðast við at fóta sær í spildurnýggjum umhvørvi. Bókina hevur Ingun Christensen skrivað. Søgan er í 10 pørtum. Lív Højsted Horsdal lesur. Dómur fellur ikki í sonevnda tollmálinum fyribils. Tað er greitt, eftir at tann seinasti dagurin, sum Eystari landsrættur hevði sett av nú rætturin er í Føroyum er liðugur. Eystari landsrættur kunngjørdi fyri løtu síðani, at dómurin í sonevnda tollmálinum verður sagdur um seks vikur. Tað vil siga mikudagin tann 18. november klokkan 9. Jørgen Niclasen, fyrrverandi landsstýrismaður, stevndi Dia Midjord, kringvarpsstjóra, Liljuni Weihe, tíðindaleiðara, og Jan Lamhauge, tíðindamanni, og Sveini Tróndarsyni, fyrrverandi redaktøri á Portalinum, fyri ærumeiðing. Tá málið var fyri í Føroya rætti, fekk Jørgen Niclasen viðhald frá rættinum í øllum ákærum sínum móti teimum trimum kringvarpsfólkunum og fyrrverandi starvsfólkinum hjá Portalinum. Tey fýra fjølmiðlafólkini vórðu 25. februar dømd at rinda 50.000 krónur í endurgjaldi og dagbøtur. Kringvarpsfólkini og Sveinur Tróndarson skutu dómin inn fyri Landsrættin, ið hevur viðgjørt málið seinastu dagarnar. Fyrrverandi formaðurin fyri ST aðalfundin er undir illgruna fyri at hava tikið ímóti 1,3 milliónum dollarum í mutri í sambandi við eina verkætlan um fasta ogn í Macau. Eftir øllum at døma hevur ein kinesiskur handilsmaður mutrað John Ashe. Eru skuldsetingarnar sannar, er tað sera álvarsamt fyri ST stovnin, sigur Mogens Lykketoft, sum í løtuni er formaður fyri ST aðalfundinum. John Ashe var formaður fyri ST aðalfundin frá 2013 til 2014, og sambært statsákæranum Preet Bharara kunnu fleiri ST starvsfólk verða ákærd fyri mutur. Statsákærin, Preet Bhrara, vil ikki siga, hvør er undir illgruna í málinum um mutur, men í kanningini verður spurt, um mutur er vanligt í ST. Mogens Lykketoft, sigur, at hann tekur undir við ST aðalskrivaranum, Ban Ki moon, sum hevur sagt, at eru ákærurnar sannar, er talan um eitt álop á integritetin í ST. Á Mentanarcaf ini hesuferð hitta vit Lindu Mortansdóttir, ið hevur gjørt ljóðfilmin montaguna, Til Lindu , um tvíburðabeiggja hennara Rasmus Rasmussen, eins og Jensina Olsen, Birgir Kruse og Thomas Koba ummæla verkið. Vit vitja eisini nýggja høvuðssæti BankNordik, har forstjórin Árni Ellefsen sigur okkum søguna um hesa verkætlan, eins og vit spyrja hvønn týdning arkitekturur hevur fyri vinnulívið. Eisini hitta vit Lisbeth Bonde, ið er forkvinna fyri De danske kunstkritikere, eins og hon, í bókum, bløðum og tíðarritum, skrivar um list. Eisini fáa vit eina tónabornu løtu av fløguni Kvøldtankar, ið Tórshavnar Kamarkór hevur latið úr hondum, nú kórið rundar tey 30 árini. Støðan 1. H71 3 dystir 6 stig 2. VÍF 4 dystir 6 stig 3. KÍF 3 dystir 4 stig 4. STÍF 3 dystir 2 stig 5. Neistin 2 dystir 2 stig 6. Kyndil 3 dystir 0 stig 7. Team Klaksvík 2 dystir 0 stig Her er liðið Gunnar Nielsen Málverji Jónas T. Næs Høgri bakkur Viljormur Davidsen Vinstri bakkur Sonni Ragnar Nattestad Miðverji Atli Gregersen Miðverji Rógvi Baldvinsson Verjukendur miðvøllur Rene S. Joensen Høgri miðvøllur Kaj Leo í Bartalsstovu Vinstri miðvøllur Sølvi Vatnhamar Sentralur miðvøllur Róaldur Jakobsen Álopssinnaður miðvøllur Jóan Símun Edmundsson Áleypari Her er liðið Gunnar Nielsen Málverji Jónas T. Næs Høgri bakkur Viljormur Davidsen Vinstri bakkur Sonni Ragnar Nattestad Miðverji Atli Gregersen Miðverji Rógvi Baldvinsson Verjukendur miðvøllur Rene S. Joensen Høgri miðvøllur Kaj Leo í Bartalsstovu Vinstri miðvøllur Sølvi Vatnhamar Sentralur miðvøllur Róaldur Jakobsen Álopssinnaður miðvøllur Jóan Símun Edmundsson Áleypari Ovi Brim, prestur í Fríðrikskirkjuni, hevði eina ætlan, tá hann seinasta sunnudag, til konfirmantagudstænastuna í Fríðrikskirkjuni, tók eina sonevnda selfiestong fram, og tók eina selfie av sær sjálvum, saman við konfirmantunum. Hetta upplýsir Fíggjarmálaráðið. Í 2013 var úrslitið slakar 48 milliónir krónur í halli. Men sambært fíggjarætlanunum hjá kommununum fyri 2015 fara tær at hava 77,2 milliónir krónur í halli í ár. Sambært Fíggjarmálaráðnum brúktu tær 30 kommunurnar samanumtikið bara hálvt prosent meira til rakstur í 2014 enn í 2013. Men tær brúktu sjey prosent minni til íløgur. Tað kostaði 1,1 milliard at reka kommunurnar í Føroyum í fjør. Kommunurnar brúktu 376 milliónir til íløgur. Kommunurnar brúktu 40 milliónir til rentur í 2014. Við árslok 2014 var nettoskuldin hjá kommununum 467 milliónir krónur Ikki allar kommunurnar høvdu tó avlop í fjør. Sambært frágreiðingini hjá Fíggjarmálaráðnum høvdu Tvøroyrar kommuna og Fuglafjarðar kommuna størstu hallini í fjør. Á Tvøroyri var hallið 11,6 milliónir og í Fuglafirði 11 milliónir krónur. Størstu avlopini vóru í størstu kommununum, í Havn, 14,6 milliónir, og í Klaksvík, 19,5 milliónir. Í ár fer raksturin hjá kommununum at kosta meira enn í fjør, tí kommunurnar hava nú heimarøkt og eldrarøkt. Tær fáa slakar 400 milliónir krónur frá landinum til tann raksturin. Tingið kemur saman aftur klokkkan hálvgun tíggju í morgun og tá verður framhaldandi fyrsta viðgerð av uppskotinum. Tølini í fíggjarlógaruppskotinum hjá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, eru framskrivað. Landsstýrið fer so seinni, helst fyrst í desember, at geva Fíggjarnevndini endaligt uppskot, so Fíggjarnevndin kann seta nýggju tølini í álitið um fíggjarlógaruppskotið. Ruth Vang úr Framsókn, sum er nýggj forkvinna í fíggjarnevndini, segði ú fyrstu røðu síni í gjár, at høvuðsorsøkin til vánaliga langtíðarhaldførið í búskapinum, er broytta aldursamansetingin í Føroyum, og at politikararnir higartil hava runnið undan hesum veruleikanum. Fundurin er millum annað íkomin eftir, at Turkaland hevur kært seg um, at russisk stríðsflogfør hava gjørt seg inn á turkiskt luftrúm. Verjumálaráðharrarnir fara væntandi eisini at endurskoða støðuna viðvíkjandi kreppuni í Ukraina, tá teir koma saman til fund á NATO høvuðsstøðini í dag. Greinin heldur fram niðanfyri. Bretski verjumálaráðharrin, Michael Fallon, fer sambært BBC væntandi at kunngera, at Bretland er tilreiðar at senda bretsk herfólk til baltisku londini at verða í drúgt tíðarskeið í hesum sambandi. Javnaðarflokkurin, Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin í Tórshavnar kommunu fara nú at seta alternativa loysn í gongd, sum kann verða framd beinanvegin. Javnaðarflokkurin, Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin í býráðnum fara nú at bera so í bandi, at verkætlanin verður avmarkað, soleiðis at bygt verður vestur og suðureftir og frítt útsýni verður av Skansanum. Sum støðan er nú koma vit ikki víðari, siga flokkarnir í tíðindaskrivi. Tí seta vit ferð á eina alternativa verkætlan, sum verður minni og tí eisini bíligari. Við hesi útbyggingini verður fría útsýni av Skansanum út á fjørðin varðveitt. Heldur ikki verður bygt fram við fjøruni Yviri við Strond. Hetta kunnu vit ikki bjóða hvørki vinnuni, handilslívinum ella teimum hundraðtals fólkunum, sum hava sína inntøku av økinum hjá Tórshavnar havn, verður sagt í tíðindaskrivinum. Skulu vit framtíðartryggja hesi arbeiðspláss og fylgja við í menningini, so má ætlanin fremjast beinanvegin, og samstundis skapa vit pláss fyri íløgum í aðrar átrokandi verkætlanir. Við hesum verður áleikandi tørvurin hjá vinnuni nøktaður nógv ár fram, og arbeiðsplássini samstundis framtíðartryggjað, siga umboðini fyri Javnaðarflokkin, Fólkaflokkin og Sambandsflokkurin í Tórshavnar kommunu. Økið er góðar 13.000 fermetrar og har ganga fimm ær, so tær fáa nokk at eta og trívast væl. Tíð heldur Anfinnur, at tað ikki er neyðugt við heilivági til seyðin. Somuleiðis skal gerast greiðari, hvørji rættindi brúkarin hevur og hvørjar skyldur tann vinnurekandi hevur í tí sambandi. Rannvá Ragnarsdóttir, brúkaraumboð, hevur gjørt eina vegleiðing um ómaksgjøld, sum er send feløgunum í Vinnuhúsinum til ummælis. Arbeiðseftirlitið mælti fútanum til at geva smápartafelagnum Húsavarðartænastuni 20.000 krónur í bót fyri at bróta lógina um arbeiðsumhvørvi, tá ein 26 ára gamal maður doyði í arbeiðsvanlukku við fótbóltsvøllin á Argjum 13. september í 2013. Í frágreiðingini hjá Arbeiðseftirlitinum stendur, at avstívingin av elementinum hevur svikið, og tí koppaði elementið. Skrástívarin er losnaður úr undirlendinum. Bara ein skrástívari var nýttur. Arbeiðseftirlitið metir, at bolturin, sum var festur í fótin á skrástívaranum og i undirlagið, sum var asfalt og skervur, ikki hevur fingi nóg gott festi. Skrástívarin hevur tí ikki megnað at hildið elementinum. Sambært forskriftum um uppseting av slikum elementum eiga i minsta lagi tveir skrástívarar at vera nýttir til fyrsta uppsetta elementið. Hesir skulu festast í gott og fast undirlag. Í hesum førinum áttu til dømis tungar betongvektir at verið nýttar sum festi til skrástívararnar, tí undirlagið var asfalt og skervur. Arbeiðseftirlitið metir, at arbeiðið var ikki skipað og lagt til rættis á tryggan hátt. Arbeiðsgevarin vissaði seg ikki við neyðugari leiðbeining og gjølligum eftirliti um, at trygdin á arbeiðsplássinum var í lagi. Og so sigur Arbeiðseftirlitið, at arbeiðsvanlukkan, har sum ein maður varð illa løstaður og seinni doyði, var úrslitið av vantandi skipan á arbeiðsplássinum. Elementið vigaði hálvt triðja tons. Húsavarðartænastan segði í sínari frágreiðing um hendingina, at elementið, sum koppaði, var sett upp sambært vanligari mannagongd. Vit skilja ikki, hví elmentið koppaði, stendur í frágreiðingini hjá arbeiðsgevaranum. Rani flytir út á bygd saman við mammuni og systrini. Pápin og mamman eru skild, og nú skal Rani byrja av nýggjum á heilt øðrum staði og finna sær aðrar vinir. Hetta er ikki lætt, tí at fleiri av nýggju floksfelagunum hyggja ikki at honum við blíðum eygum. Tað hevur við sær, at samstundis sum Rani skal berjast við longsulin eftir pápanum og sorgina yvir, at foreldrini ikki longur eru saman, skal hann eisini stríðast við at fóta sær í spildurnýggjum umhvørvi. Bókina hevur Ingun Christensen skrivað. Søgan er í 10 pørtum. Lív Højsted Horsdal lesur. 40 føroyingar vóru við á ferðini til Sardinia. Endamálið var eitt nú at kanna, hvørjir møguleikar eru fyri ostaframleiðslu úr seyðamjólk í Føroyum. Matbloggarin sigur, at tað fíggjarliga kann verða óguliga gevandi fyri bóndur í Føroyum, um tað eydnast at fáa skipaða ostaframleiðslu í lag. Enn er alt tó óvist, og nú verður farið undir fyrstu royndirnar. Tað gongur heldur seint hjá Fólkaheilsuráðnum at fáa spurnabløðini aftur, sum ráðið sendi næstan 5.000 fólkum um hálvan september. Higartil hevur ein sløk helvt svarað, men tað er ov lítið, um kanningin skal gerast nóg góð. Kanningin skal helst byggja á tveir triðingar av spurnarbløðunum, sigur Pál Weihe, formaður í Fólkaheilsuráðnum. Eini 100 bilar í Føroyum eru raktir av sonevndu diesel gøluni hjá Volkswagen. Tað sigur, Gunnar Justinussen, stjóri á Bilasøluni, sum er Volkswagen umboð í Føroyum. Í gjár boðaði Matthias M ller, forstjóri hjá Volkswagen í Týsklandi frá, at ætlanin er, at allir bilar, sum eru raktir av gøluni 11 milliónir tilsamans skulu umvælast áðrenn árslok komandi ár. Vit kontaka allar kundarnar, tá vit koma har til. Vit bíða eftir leiðreglum og boðum úr Týsklandi, sigur Gunnar Justinussen, stjóri í Bilasøluni, ið selur bilarnar í Føroyum. Í løtuni er ikki vist, um kundarnir sjálvir skulu gjalda rokningina ella um Volkswagen rindar, koyra fólk í einum bili, ið hevur snýti ritbúnaðin. Eg kann ikki ímynda mær, at kundin stendur við rokningini, men tað kemur so tíðin at vísa. Vit fylgja teimum boðum, vit fáa, sigur Gunnar Justinussen. Umrøddi ritbúnaðurin ger, at veruliga luftdálkingin kann ikki mátast, tá bilurin er til eftirlit. Dømi er um, at bilurin dálkar 40 ferðir meiri enn loyvt er. Sambært Volkswagen er talan um bilmerkini Volkswagen, SEAT, Audi og Skoda, sum eru seldir frá 2009 til 2015. Teir hava allir dieselmotorar av slagnum EA 189. Bilar, sum eru seldir eftir september í ár, hava ikki ritbúnaðin, sum svikar við útlátinum. Gølan hevur bankað partabrævið hjá Volkswagen í botn, síðani sonevnda siesel gølan kom fram í ljósmála. Seinni í dag skal stjórin hjá Volkswagen í USA, Michael Horn, standa skúlarætt í amerikansku Kongressunum um svikið við ritbúnaðinum. Svetlana Alexievich, sum býr í Minsk, er journalistur og rithøvundur. Bøkurnar, hon hevur skrivað, snúgva seg um Eysturevropa og Sovjetsamveldið síðani seinna heimsbardaga. Svetlana Alexievich tekur støði í menniskjanum, og skrivar um kjarnorkuvanlukkuna í Tjernobyl og sovjettiska kríggið í Afganistan. Elsebeth Mercedis Gunleygsdóttir í Fólkaflokkinum ætlar at spyrja Henrik Old, landsstýrismann í samferðslumálum, um tunlarnar norður um fjall í Borðoynni. Hon spyr um munin á kostnaðinum fyri at vita, um til ber at fara fyrr í gongd í Borðoynni, um verandi tunlar verða hækkaðir og breiðkaðir. Elsebeth Mercedis Gunleygsdóttir sigur, at Rættarnevndin hjá løgtinginum, har sum hon var forkvinna í farna valskeiði, var í Sveis í mai í 2013 fyri at kunna seg um tunnilsgerð har. Rættarnevndin fekk tá at vita, at tað er bíligari at hækka og breiðka tunlar enn at gera nýggjar. Løgtingskvinnan spyr eisini landsstýrismannin, um nakað verður gjørt við trygdina í tunlunum í Borðoynni. Í verandi langtíðaríløguætlan hjá landinum eru tunlarnir Norður um Fjall raðfestir í 2021 til 2024. Á næsta tingfundi, sum verður 21. oktober, skal løgtingið atkvøða. um Henrik Old skal svara fyrispurninginum. Samkynd hava nú fingið meira rúmd í samfelagnum, men enn vilja fleiri samkyndir føroyingar heldur búgva í øðrum londum, tí tey hava ikki somu rættindi í Føroyum. Føroyingar, sum liva í samkyndum hjúnaløgum í Danmark, kunnu ikki flyta aftur til Føroya, tí hjúnaløg teirra eru ikki galdandi her. Tónleikarnir í Punjab eru Árni Johannesson, sang Robert Bjarnason, guitar Matthias Kjølbro, saxofon Kári Ellingsgaard, bass Tórður Dam Jacobsen, trummur Kristian Pauli Ellefsen, klaver, Rhodes og Hammond orgul. Upptøkurnar hava Theodor Kapnas og Jón McBirnie staðið fyri í Studio Bloch. Theodor Kapnas hevur ljóðblandað. Eitt oyra ella bæði tvey eru á veg frá BankNordik til landskassan. Tí tey, sum eiga Bank Nordik, kunnu vænta sær 100 milliónir krónur í eyka vinningsbýti í 2017. Vørður er dóttirfelag hjá BankNordik í Íslandi. Harafturat hava BankNordik og Arion banki gjørt avtalu um, at Arion banki kann keypa tað, ið eftir er av Vørði, í 2017. Samlaði prísurin fyri øll partabrøvini er umleið 278 milliónir danskar krónur. Báðar avtalurnar eru treytaðar av, at íslendsku myndugleikarnir góðkenna tær. Partabrøvini hjá BankNordik í Vørði eru bókaðar til 174 milliónir, og eftir kostnaðir og skatt væntar bankin at fáa eini 60 milliónir krónur í vinningi av søluni. Bankin hevur áður boðað frá, at ætlanin er at lata upphæddina, sum samsvarar við økingina í kjarnukapitalinum av hesum handlinum, í vinningsbýti til eigararnar. Tann upphæddin verður í minsta lagi 100 milliónir krónur, sigur bankin í fráboðanini. Tó mugu eigararnir bíða í tolni til 2017 at fáa hesar 100 milliónirnar, tí seinni partur av søluavtaluni við Arion banka ikki verður framd í verki fyrr enn tá. Tað almenna í Føroyum eigur ein triðing av BankNordik, og tí kann landskassin vænta at fáa góðar 33 milliónir krónur í eyka vinningsbýti av hesum handlinum í 2017. Nevndin, sum kannaði Eik grunnin og eftirlitið við grunninum, fekk ikki gjørt arbeiði sítt til lítar, tí hon fekk ikki øll skjøl, sum hon skuldi brúka. Í niðurstøðuni sigur nevndin, at torført var at fáa allar upplýsingar til vegar, tí danskar lógir eru galdandi fyri peningastovnar í Føroyum. Tær lógir, sum geva innlit í mál um peningastovnar, geva eftir danskari meting ikki kanningarnevndini hjá Løgtinginum rætt til innlit í hesi mál. Grein 19 nevndin er ikki samd í hesari meting. Nevndin mælir tí til at tryggja við lóg, at grein 19 nevndir í framtíðini fáa innlit í skjøl hjá donskum myndugleikum, hóast talan er um málsøki, sum ikki eru yvirtikin. Grein 19 nevndin mælir eisini til at umhugsa lóggávu um aðrar serligar kanningarnevndir. Nevndin vísir her á donsku lógina um serligar kanningarnevndir. Løgtingið eigur at biðja landsstýrið koma við lógaruppskotum, sum kunnu forða fyri, at óhepnar mannagongdir og avleiðingar í málinum um Eik grunnin verða endurtiknar. Løgtingið er eisini biðið um at taka til eftirtektar frágreiðingina hjá nevndini. Grein 19 nevndin vísti á nógvar veikleikar í lóggávuni og hevur nøkur uppskot um broytingar. Nevndin mælir yvirskipað til, at lógir um sparikassagrunnar og eftirlit við teimum verða endurskoðaðar, og at lógin um vinnurekandi grunnar verður dagførd soleiðis, at spurningar um konsern viðurskifti, eftirlit og skyldu til altíð at arbeiða fyri grunsins besta, verða greiðari. Rani flytir út á bygd saman við mammuni og systrini. Pápin og mamman eru skild, og nú skal Rani byrja av nýggjum á heilt øðrum staði og finna sær aðrar vinir. Hetta er ikki lætt, tí at fleiri av nýggju floksfelagunum hyggja ikki at honum við blíðum eygum. Tað hevur við sær, at samstundis sum Rani skal berjast við longsulin eftir pápanum og sorgina yvir, at foreldrini ikki longur eru saman, skal hann eisini stríðast við at fóta sær í spildurnýggjum umhvørvi. Bókina hevur Ingun Christensen skrivað. Søgan er í 10 pørtum. Lív Højsted Horsdal lesur. Rasmus hevur tikið við aftur sum formaður í Sláið Ring, tí formaðurin, Jónleif Johannesen, hevur tikið við sum løgtingsmaður. Í sendingini greiðir Rasmus frá ætlanunum hjá Sláið Ring í vetur. Hervør er virkin í Vága Dansifelag og hevur eisini tikið sær av barnadansinum. Tey hava í vetur sett sær fyri at læra seg Einars rímu, ella Einar Suðring, eftir Mikkjali á Ryggi. Stjóri, nevndarformaður og ein nevndarlimur í kollsiglda Capinordic Bank eru dømd at rinda 90 milliónir krónur í endurgjaldi. Tað skrivar Ritzau. Fíggjarligt Støðufesti, sum er fíggjarliga uppruddingarfyritøkan hjá danska statinum, hevði annars kravt 400 milliónir krónur í endurgjaldi. Friðarheiðurslønin hjá Nobel 2015 verður latin The National Dialog Quartet í Tunesia, varð kunngjørt fyri løtu síðani í Oslo, har heiðurslønin varð kunngjørd. Rørslan, The National Dialog Quartet, hevur arbeitt fyri fólkaræði í Tunesia seinastu tvey árini eftir at gongdin at menna fólkaræðið var í vanda at fara fyri bakka. Forkvinnan í nevndini, ið letur friðarheiðurslønina, segði millum annað, at The National Dialog Quartet fær heiðurslønina fyri sítt íkast at tryggja pluralistiskt fólkaræði eftir uppreisturin í 2011. Gitingarnar hava, sum altíð, verið um, hvør fekk heiðurin. Tey flestu hildu, at týski samveldiskanslarin, Angela Merkel, var eitt gott boð. Eisini varð gitt, at Frans pávi fór at fáa friðarheiðurslønina. Umframt heiðurin fylgir eisini peningur við friðarheiðurslønini, átta milliónir krónur. Friðarheiðurslønin verður latin á samkomu 10. desember. Eini 15 flóttafólk úr Eritrea verða tey fyrstu, sum eftir nýggja býtislyklinum hjá ES verða flogin úr Italia til Norðursvøríki, har tey skulu søkja um friðskjól. Limirnir í ES nevndini hava gjørt semju um, hvussu 160.000 av teimum flýddu úr millum annað Eritrea, Sýria og Irak, sum eru komin til Europa, skulu býtast millum lond. Skipanin skal lætta trýstið, sum er á Grikkaland, Italia og Ungarn, hagar flóttafólk og tilflytarar í hópatali eru komin í seinastuni. Svøríki er sostatt fyrsta landið, sum skal royna nýggju skipanina hjá ES. Svenska Útlendingastýrið skrivar í tíðindaskrivi, at sviar fara at taka ímóti eini 15 flóttafólki úr Eritrea Hetta er partur av eini roynd, har myndugleikarnir skulu vita, hvussu hendan nýggja skipanin virkar í verki. Ætlanin er, at tey 160.000 flóttafólkini skulu býtast innan tvey ár eru liðin. Tilsmans skulu 15.600 flóttafólk flytast úr Italia og til onnur ES lond. Danmark, Bretland og Írland eru í útgangsstøðinum uttan fyri avtaluna, tí tey hava ymisk fyrivarni. Danmark hevur tó lovað at taka móti 1000 flóttafólkum kortini. Við grøna borðið skipa Eyðun Eliassen, arkitektur, Hendrik Olsen, húsavørður í Sørvágs kommunu, Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, og Kári Mortensen, verkfrøðingur á Jarðfeingi. Maðurin var, saman við øðrum, á fjalli, tá hann var áhaldsin og fór á glið, tá hann gleið 10 20 metrar í lendinum, skrivar jn.fo á netinum. Bjargingartyrlan fekk ikki sett seg, har maðurin var gliðin. Tískil var maðurin tikin upp í tyrluna nakað frá staðnum, har maðurin var áhaldsin. Arbeiðseftirlitið hevur ikki orku til at hava eftirlit við øllum arbeiðsplássum og neyðugt er at raðfesta uppgávurnar. Eitt nú kundi verið hugt neyvari eftir ídnaðarvirkjum, flutningsvinnuni og lossing á keiini. Lærusveinaskúlin varpar ljós á ymsu tættirnir í kristindóminum og vónin er, at tú aftaná lokna skúlagongd, betur kennir teg og tína trúgv og tín Guð og kann virka sum ein lærusveinar í tínari kirkju ella í øðrum høpi. Rósalind Olsen sigur frá hennara tíð í Podas. Stafettina hevur Solveig Bøgesvang. Tað kann taka drúgva tíð hjá tilflytarum at falla til í føroyska samfelagnum, og tí er neyðugt við átøkum fyri at skunda undir gongdina. Í Klaksvík búgva millum 120 og 130 fólk úr mongum ymsum londum, og tey skulu nú skjótari gerast partur av samfelagnum, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri. Umframt borgarstjóran er eisini Gunnvá við Keldu í integratiónsnevndini, saman við fólkum úr Polen, Filipinunum, Indonesia og úr Bangladesh. Sambært skuldsetingini ringdi ein 42 ára gamal maður í gjár til forsætismálaráðið. Maðurin hótti við, at hann ætlaði sær at keypa myrk klæðir og brølapu. Síðani ætlaði hann sær á gátt hjá Løkke heima við hús og skjóta forsætisráðharran. Maðurin er frammanundan skuldsettur í líknandi málum, millum annað hevur hann hótt borgarstjóran í Ballerup. Í grundlógaravhoyringini noktaði maðurin fyri, at hann hevur ringt til forsætismálaráðið. Dómarin segði, at grundaður illgruni er í málinum, og hann avgjørdi at varðhaldsfongsla 42 ára gamla mannin í 13 dagar, meðan málið verður kannað. Væntandi verður avlopið okkurt um 40 milliónir krónur í ár, sigur ALS í tíðindaskrivi. Til 1. september er avlopið slakar 24 milliónir krónur. Tá útgjøldini hjá ALS vóru størst, tað var í 2011, vóru tey næstan 310 milliónir krónur Í fjør vóru tey 166 milliónir krónur, og í ár væntar ALS at skula rinda 140 milliónir krónur í arbeiðsloysisstuðli. Lógarbroytingarnar, sum løgtingið samtykti fyri summarfrítíðina, fara at bøta væl um fyritreytirnar fyri at tryggja fíggjarliga haldførið hjá Arbeiðsloysisskipanini. Enn eru broytingarnar í fiskavirkisskipanini, sum stýrið í ALS mælti til at gera, tó ikki komnar í gildi. Landsstýrið hevur ikki avgreitt tær enn. Spurningarnir snúgva seg um hvørt tað hjálpir at ganga nakin í stovuni, tá maðurin hyggur at fótbólti, um moralurin hjá føroyingum er farin, um tað at hava felags økonomi í húsarhaldinum og hvat man ger við ein granna, ið lænir uttan at spyrja fyrst. Heðin Mortensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, og borgarstjóri í Havn, tekur ikki undir við at útseta nólsoyarferjuna, sum floksfelagi hansara, Henrik Old, landsstýrismaður, ætlar. Øll fýra apotekini siga, at magnesium, sum er eitt kostískoyti, er útselt. Orsøkin tykist millum annað at verða sendingin Við Tórði á túri. Eftir øllum at døma varð álopið framt mikudagin, men tað er framvegis ógreitt, hvussu stórur skaðin er, siga amerikanskir embætismenn við BBC. Russisk herskip í Kaspiskahavinum skutu 26 rakettir, sum flugu 1500 kilometrar yvir Iran og Irak, áðrenn tær raktu 11 mál í Sýria, upplýsa russiskir myndugleikar. Vindgongustjørnan B222. Prinsurin og Revurin lenda á Vindgongustjørnuni. Teir koma til ein mann, sum er dottin niður við flogfarinum, men teir mugu skunda sær, tí kuldi og frost eru við at breiða seg um gongustjørnuna. Læknar hava mælt Fróða Benjaminsen frá at spæla meir. Fróði Benjaminsen fegnast um hvørja løtu, hann hevur havt við landsliðnum, men hetta er eftir øllum at døma endin á yrkisleiðini í fótbóltinum, sigur hann. Ásbjørn og Petur fara hesaferð at gera eina vísindaroynd, sum brestur. Einasti máti at síggja hana, er at brúka eina ballón ella sápubløðrur. Teir brúka nevniliga eitt serligt slag av gassi, ið kallast hydrogen. Spælið hesaferð er Tekna og Git. Sanna og Sølvi hava boðið spælivinunum Boga Petursson og Bjørt N.N.Waagstein at spæla serliga spælið. Tað ræður um at skunda sær og at gita rætt. Bumburnar spongdust við einar jarnbreytarstøð, har fólk vóru savnað til eina friðarliga mótmælisgongu ímóti stríðnum millum turkiska statin og vápnaðar kurdar í landsynningspartinum av landinum. Sambært alheimsfjølmiðlum siga keldur hjá turkisku stjórnuni, at talan er um eina yvirgangsatsókn, og sjónarváttar vilja vera við, at talan var um sjálvmorðsbumbur. Fyri at tryggja sær víðari luttøku í EM kappinginii, noyðist Rumenia at vinna dystin. Lars Olsen, landsliðsvenjari, er sannførdur um, at tað verður eitt ógvuliga motiverað rumenskt lið, sum Føroyar taka ímóti á Tórsvølli. Hóskvøldið læt føroyska mótamerkið ein sonevndan pop up handil upp í London. Næsta hálvanannan mánan kunnu londonbúgvar fara á gátt í 30a Redchurch Street at síggja klæðini hjá Guðrun og Guðrun. Neistin er nýtt oddalið í bestu kvinnudeildini í hondbólti. Neistin vann í dag 23 20 á VB í Vági. Hálvleiksstøðan var 10 10. Dysturin var javnur, tí VB var á odda við einum máli, tá eitt korter var eftir. Men síðstu tíggju minuttirnar avgjørdi Neistin dystin. Neistin er fyribils oddalið, men í morgin spæla Kyndil og VÍF í Havn. Vinnarin av tí dystinum lyftir seg upp á fyrsta plássið. Endar dysturin við javnleiki fara bæði Kyndil og VÍF upp um Neistan, tí tey hava frægari málmun. Støðan 1.Neistin 3 dystir 5 stig 2.VÍF 2 dystir 4 stig 3.Kyndil 3 dystir 4 stig 4.STÍF 3 dystir 2 stig 5.Stjørnan 3 dystir 1 stig 6.VB 1 dyst 0 stig Høgni Lauritsen, stjóri í TG Verk, váttar, at byggingin av Marknagilsdeplinum kann enda í einum gerðarætti, og at arbeiði harvið steðgar upp. Upphavið til ósemjuna millum Landsverk og TG Verk er ein grundleggjandi prosjekteringsfeilur av donsku verkfrøðingafyritøkuni Lemmings og Eriksson. 40 berandi element í bygninginum vóru ógvusliga undirprosjekterað. Lemmings og Eriksson hevur átikið sær ábyrgdina fyri feilin, sum hevur elvt til ein meirkostnað, ið sigst liggja um 50 milliónir krónur. Men upphæddin er vorðin til eitt trætumál millum Landsverk og TG Verk, tí tað er óvist, hvussu nógv av meirkostnaðinum tryggingin hjá Lemmings og Eriksson dekkar. 10. oktobur, 2012, tað er tíðliga um morgunin, tað er ikki blivið ljóst enn. Veðrið er rátt og kalt. Rasmus er á veg oman í Viðalundina. Hann setur seg við dunnuhylin Turkaland er lýst í landasorg næstu tríggjar dagarnar. 95 fólk lótu lív og 245 onnur vóru í gjár særd, tá tvær bumbur brustu inni í mannamúgvuni í sambandi við eina friðargongu í turkiska høvuðsstaðnum Ankara. Friðargongan var fyriskipað fyri at fáa turkisku stjórnina og militanta kurdiska bólkin PKK at gevast við sínum stríði. Sambært turkiska forsetanum, Ahmet Davutoglu, var talan um eina yvirgangsatsókn og prógv eru funnin fyri at tveir sjálvmorðsbumbumenn stóðu fyri atsóknini, ið er hin ringasta í Turkalandi í nýggjari tíð. Eingin hevur enn tikið ábyrgdina fyri bumbuatsókinini, men sambært forsetanum er tað sannlíkt, at kurdisk yvirgangsfólk ella ISIL hava ábyrgdina av atsóknini, skrivar BBC. Landið skuldi eftir ætlan ikki rinda skuldina aftur fyrr enn fyrst í komandi ári, men íslendski búskapurin er so góður í løtuni, at stjórnin hevur valt at afturrinda lánið longu nú. Gjaldførið hjá íslendska tjóðbankanum er gott í løtuni, millum annað tí at bankin hevur keypt og selt á altjóða gjaldoyramarknaðinum, stendur í tíðindaskrivi frá tjóðbankanum. Samanlagt lænti Ísland 13 milliardir frá IMF, og harumframt hevur Ísland lænt 14,7 milliardir frá Føroyum, Pólandi og hinum norðurlendsku londunum. Eisini hesi lánini vóru rindað aftur áðrenn tíð, í tíðarskeiðnum frá 2012 til 2015. Heimsins mest afturlætna land, Norðurkorea hátíðarhelt í gjár 70 ára føðingardagin hjá einaráðandi kommunistiska flokkinum við at lata hurðarnar upp og bjóða útlendskum journalistum til landið. Danmarks Radio var við og fyrradagin sendi almenna danska sjónvarpið fyrstu ferð nakrantíð beinleiðis úr Norðurkorea. Tá greiddi, Philip Khokhar, korrespondentur í fjareystri hjá Danmarks Radio, frá støðuni í landinum. Hann gjørdi eisini greitt, at arbeiðsumstøðurnar hjá útlendsku journalistunum vóru sera avmarkaðar. Ósemjan millum TG Verk og Landsverk, sum nú hóttir byggingina av Marknagilsdeplinum, snýr seg um kostnaðin av byggifeilinum, sum var staðfestur og rættaður. Tað sigur Ewald Kjølbro, stjóri í Landsverk. Ítøkiliga snýr tað seg um, hvørt TG Verk hevur bundið seg til fastar prísir ella ikki, og málið er á veg í gerðarættin, staðfestir Ewald Kjølbro. Hann leggur aftrat, at at tað er langt millum TG Verk og Landsverk. Stjórin í TG verk, Høgni Lauritsen, segði við útvarpið í gjár, at arbeiði at byggja Marknagilsdepilin kann steðga upp, nú Landsverk og byggifelagið eru á veg í gerðarrættin við ósemjuni um endurgjaldið fyri prosjekteringsfeilin. Stjórin á Landsverki er ikki eins dapurskygdur sum Høgni Lauritsen. Sambært honum er púra vanligt at slíkar ósemjur vera avgjørdar í gerðarættinum og tað er ikki einstýðandi við, at byggingin steðgar upp. Sum oftast er tað munandi dýrari fyri allar partar at steðga einari bygging enn at fara í gerðarættin. Og hesum er Rigmor Dam, landsstýriskvinna samd. Hon væntar ikki, at arbeiði steðgar. Norðurlandaráðið fer seinni í mánaðinum at gera eina roynd at steðga læknum og øðrum heilsustarvsfólkum, sum ikki liva upp til krøvini, at flyta runt í norðurlondum og arbeiða, hvørja ferð klagur koma og myndugleikar byrja at spyrja. Málið kemur fyri á Norðurlandaráðsfundi í Reykjavík seinni í mánaðinum. Hetta er ikki fyrstu ferð at hetta málið er uppi at venda. Málið hevur verið á dagsskránni í norðurlandaráðshøpi seinastu fimm árini, men á fundinum í Reykjavík seinni í mánaðnum er málið ovast á dagsskránni. Trupulleikin er ikki ókendur í Føroyum. Fyrr í ár kom undan kavi, at belgiski sálarlæknin Piet Cassier hevði arbeitt á psykiatrisku deild á landssjúkrahúsinum, hóast heilsustýrið kannaði hann og hóast hann ikki hevði loyvi at skriva serlæknaváttanir. Hann var burturvístur, tá tað kom undan kavi. Heilsumálaráðharrarnir í Norðurlondum meintu í fjør ikki, at ein felags norðurlendsk skipan er rætti vegurin at fara, hóast Norðurlandaráðið mælti til tað. í ár hevur Norðurlandaráðið enn einaferð mælt til eina felags norðurlendska skipan og tí er ávísur spenningur um, hvat svarið verður. Tað merkir vanliga ein ávísan spenning um, hvør vinnur, men ikki í Hvítarusslandi, sum verður rópt seinasta einaræðisveldi í Europa. Aleksander Lukashenko hevur sitið sum forseti í Hvítarusslandi seinastu 21 árini og hann verður eisini valdur at halda fram aftaná valið, tora vit at siga, hóast valið ikki er liðugt og atkvøðurnar enn ikki taldar upp. Á valinum seinast vóru fleiri av teimum, sum stillaðu upp ímóti Lukashenko handtikin og illa viðfarin. Eingin av teimum stillar upp hesaferð tað hevur andstøðan í landinum avgjørt í felag fyri at vísa sína ónøgd við støðuna. Tað sigur Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum við in.fo. útlendingar skulu afturfyri rinda meira, sambært Henrikki Old. Tað er serliga á hávetri, at inntøkurnar hjá Strandferðsluni av ferðaseðlum, eru rættiliga avmarkaðar. Á nógvum útoyggjarutum, er so lítið fólk við, at tað er ikki ómakin vert at fara runt við ferðseðlamaskinuni, sigur landsstýrismaðurin við in.fo. Eg eri skuffaður av at vit tapa í kvøld og at vit ikki skora uppá okkara møguleikar. Eg átti ein, sum eg vanliga seti í netið, men í kvøld riggaði ikki. Soleiðis sigur Hallur Hansson aftaná 3 0 tapið fyri Romenia í kvøld. Hann heldur at hann er nakað troyttur í júst tí løtuni hann skal taka eina avgerð um hvar hann skal skjóta bóltin. Og faktist so visti eg ikki at eg var so fríur, sum eg var. Kenslan var tung í kvøld, tá føroyska A landsliðið mátti leggja rygg til størsta tapið í tvey ár. Men tó, so rósar Hallur Hansson sínum liðfeløgum. Uttan at fornerma undanfarnu landsliðsleikararnar, so haldi eg at leikararnir í dag hava eina heilt aðra tilgongd til fótbóltsspælið. Vit vita hvat vit skulu gera við bóltin, og seinastu tvey árini bera eisini prógv um at vit flyta okkum skjótt rætta vegin. Hallur Hansson elskar at vera ein partur av landsliðnum, og um tað var upp til hann, so spældi landsliðið hvørt vikuskifti. Men Hallur má bíða í eitt heilt ár til HM undankappingin byrjar. Tað kann henda nógv áðrenn vit fara í gongd aftur sigur Hallur Hansson. Tá hann verður spurdu um hvussu nógv stig føroyska landsliðið fær til næstu undankapping, so velur hann eydnutalið hjá sær, sum gevur 10 stig. Fróði hevur júst givið út nýtt stak og sjónbandalag við heitinum Waltz Me Back In Time . Vit hava seinastu tíðina ikki hoyrt nógv til Fróða, men hann vendur nú sterkt aftur. Vit kenna Fróða bæði sum einstakling, men eisini úr bólkinum Fróði og The Pink Slips. Fróði var í septembur í studio Bunkarin, har hann upptók tvey løg. Tað eina lagið var Waltz Me Back In Time, og tað seinna kemur út í desembur. Fróði kemur næstu tíðina at innspæla stakløg loypandi og fer skjótt aftur at standa live á pallinum. Orð og lag hevur Fróði sjálvur skrivað, og Óli Poulsen hevur ljóðblandað og mastrað lagið. Menninir, sum spæla við á lagnum, eru Kristian Pauli Ellefsen, Pauli Reinert Poulsen, Per I. Højgaard Petersen og Mikael Blak. Í hesari vikuni og í næstu viku fara strandarlond og eygleiðaralond at hittast til samráðingar um svartkjaft, norðhavssild og makrel, upplýsir Fiskimálaráðið í morgun. Byrjað verður í dag, tá Føroyar, ES, Ísland og Noreg hittast í London at samráðast um svartkjaft. Ísland er formansland og hevur boðið Grønlandi og Russlandi við sum eygleiðaralond. Strandarlondini fara at royna at býta svartkjaftin av nýggjum, nú býtislykilin frá 2006 er vrakaður. Londini skulu eisini royna at áseta mest loyvdu veiðuna í 2016. Mikudagin fara Føroyar, ES, Ísland, Noreg og Russland at samráðast um norðhavssild. Hesar samráðingar verða eisini í London. Noreg er formansland. Grønland er boðið við sum eygleiðaraland. Eisini norðhavssildin skal býtast av nýggjum. Í næstu viku hittast so londini, sum gjørdu makrelsemjuna á grækarismessu í fjør, í Clonakilty í Írlandi. Tey eru Føroyar, ES og Noreg. Sambært Fiskimálaráðnum er stórmálið í hesum samráðingum at samtykkja eina langtíðar umsitingarstrategi fyri makrelstovnin og áseta mest loyvdu veiðu í 2016. Strandarlondini fara eisini at viðgera tilmælini frá altjóða havrannsóknarstovninum ICES um teir tríggjar fiskastovnarnar. Tilmælini um svartkjaft og makrel fyri 2016 eru minni enn tilmælini vóru fyri 2015. ICES mælir til at fiska 36 prosent minni av makreli næsta ár enn heildarkvotan er í ár. Tilmælið um norðhavssild fyri 2016 er nakað størri enn í ár. Tríggjar kommunur skylda meira enn eina álíkning. Fíggjarmálaráðið gav í 2013 Tvøroyrar kommunu loyvi til at vera oman fyri álíkningina til árslok 2015. Millum annað havnarútbyggingin og nýggjur fótbóltsvøllur gera, at Tvøroyrar kommuna skyldar meira enn eina álíkning. Tvøroyrar kommuna hevði góðar 11,6 milliónir krónur í halli í fjør. Íløgur fyri næstan 25 milliónir krónur, tær mestu í havnarútbygging, gera millum annað, at kommunan hevði hall í fjør og skyldar meira enn eina álíkning. Nettoskuldin hjá Tvøroyrar kommunu var góðar 61,4 milliónir krónur við árslok 2014. Kommunan skyldar 36.000 krónur fyri hvørt fólkið í kommununi. Um Vágs kommunu sigur Fíggjarmálaráðið, at nettoskuldin er so at siga ájøvn við eina álíkning. Kommunan eigur tí ikki at hava stórvegis trupulleikar av at fáa nettoskuldina niður um eina álíkning í 2015. Verður gongdin í rakstrinum tann sama, er møguleiki fyri, at nettoskuldin hjá Skopun kann koma niður um eina álíkning um ársskiftið 2015 2016, heldur Fíggjarmálaráðið. Trivnaðarætlanin skal dagførast eftir nýggju kanningini um happing. Skúlarnir skulu kunngera dagførdu trivnaðarætlanina á heimasíðu skúlans, skrivar Skúlablaðið . Fyrru ferð, Mentamálaráðið kannaði happing í fólkaskúlanum, var í 2007. Tá fingu skúlarnir eisini at vita, at teir skuldu gera eina ætlan um mannagongdir at fyribyrgja og basa happing. Men funnist hevur verið at nógvum trivnaðarætlanum, tí tær eru ikki nóg ítøkiligar ella greiðar. Nú Mentamálaráðið biður skúlarnar dagføra trivnaðarætlanina, hevur tað eisini gjørt ein faldara, sum lærarar og næmingar kunnu brúka evnisdagin, sum verður 21. oktober. Henda dagin, mikudagin í næstu viku, skulu allir skúlar viðgera úrslitini frá nýggju kanningini um happing og arbeiða við evninum trivnaður við atliti at sosiala felagsskapinum í flokkinum, skrivar Skúlablaðið. Mentamálaráðið vil hava afturmelding frá skúlunum um, hvussu støðan er í einstøku flokkunum og skúlanum sum heild og hugskot og dømi um, hvussu arbeitt verður við trivnaði og happing. Hetta skal verða gjørt fyri 9. november. Harafturat verður ráðstevnu við verkstovum um happing 12. og 13. november fyri øll starvsfólk í fólkaskúlanum. Tað varð borið skjótt at. Um kvøldi ringdi vinmaðurin, Pætur, og segði, at tey fóru avstað tíðliga morgunin eftir. Ragna fekk ikki tíð at hugsa seg um, so kenslurnar reikaðu í kroppinum á Ragnu á koyritúrinum norður til Eiðis. Tó heimafturkomin var hon sera glað at hon hevur klintrað uppá 71 metra høga Risan. Møguleikin, at dronur kanska í framtíðini fara at finna fisk, verður nú kannaður, sambært tíðindaskrivi frá Evu Kjer Hansen, ráðharra, sum umsitur millum annað fiskivinnuna í donsku stjórnini. Danska umhvørvis og matvørumálaráðið hevur latið 1,7 milliónir krónur til eina kanning, sum skal staðfesta, um til ber at brúka dronur í staðin fyri ekkolodd og sonar. Ber tað til, kunnu fiskiskip spara nógva olju, tí tey sleppa undan at skula leita eftir fiskinum. Í Danmark er oljan 40 prosent av rakstrarkostnaðinum hjá fiskiskipum. Tey, sum standa fyri royndini, vóna eisini, at dronur, sum finna fisk, kunnu gera, at fiskur ikki verður tveittur fyri borð, tí dronurnar kunnu neyvt siga, hvussu stórar torvurnar eru. Tey, ið fara at spæla, eru Eiv r Pálsdóttir, Annika Hoydal, Lena Anderssen, Eyðun Nolsøe, Niels Midjord og Eilin Hansen, Lyon, Mattias Kapnas, Kata, MonkeyRat og Hans Andrias. Í hóttani varð sagt, at nøkur tykkara eru ok, men um tit eru á universitetinum í Lund, skulu tit ikki fara í skúla, men fylgja við í tíðindunum. Umleið 3000 føroyingar rindaðu ov lítið í eftirløn fyri árið 2014. Fólkini fáa nú eina eftirlønaruppgerð og seinni eisini eina rokning frá TAKS. Rokningar verða sendar út fyri 6,7 milliónir krónur. Flestu fólkini hava havt eina B inntøku, tey ikki hava goldið eftirløn av, skrivar TAKS á heimasíðuni . Tað kann til dømis inntøka úr útlandinum, av egnum virki ella frá húsaleigu. Sambært eftirlønarlógini skal eftirløn rindast av allari slíkari inntøku. 1 av allari eftirløn skuldi í 2014 gjaldast í eftirløn. 1. juni vóru sonevndir HPV miðdeplar settir á stovn, sum skulu hjálpa gentununum, sum hava álvarsom hjáárin, so genturnar fáa hjálp skjótari, skrivar TV2 . Men fyrstu tríggjar mánaðirnar eru 1300 gentir vístar til miðdeplarnar, og tað er meira enn miðdeplarnir hava orku til at taka ímóti, og tí er bíðitíðin vorðin long. Hjáárini hjá gentunum eru millum annað høvuðpína, møði, svimbul, vaml, magapínu og svímilsi. Nógvar gentur hava eisini at miðsavna seg. Nú hevur danski heilsumálaráðharrin biðið um Danske Regioner um eina kanning av, hvussu bíðitíðirnar kunnu styttast, sigur Sophie Løhde, heilsumálaráðharri, við TV2. Heilsumálaráðharrin væntar, at nýggju leiðreglurnar verða liðnar í byrjanini av komandi ári. Í øðrum ársfjórðingi í ár komu tilsamans 308 fráboðanir til Danska Heilsustýrið um hjáárin av HPV koppsetingini. 158 av teimum 308 fráboðanunum ið komu fyrsta ársfjórðing, vórðu flokkaðar sum álvarsligar. Tað eru fleiri enn heilsustýrið frammandundan væntaði. Metingin hjá Heilsustýrinum er kortini enn, at fyrimunirnir við at lata seg koppseta móti lívmóðurhálskrabba eru størri enn møguligi vandin er. Í Føroyum og í Danmark verður fyrsta koppsetingin fyri krabbamein í lívmóðurhálsi givin tá gentan er 12 ár. Í mai mánað í ár vóru tilsamans tvær fráboðanir komnar um hjáárin av HPV koppsetingini í Føroyum. Vit royna at gera upplivingina fyri fleiri sansir enn bert sjónina, og eg haldi at tað riggar at gera tað her, hóast SMS er ein keypsmiðstøð. Soleiðis sigur Fríða Næs, sum samskipar heystfagnaðin í SMS. Evnið í ár er ljós og jørð, og við ymiskum upplivingum. Søvn landsins skipa fyri heystfagnaðinum, og hava gjørt eitt samstarv við keypsmiðstøðina. Umframt SMS, so er heystfagnaðurin eisini í Tjóðsavninum, Sjósavninum og Listasavninum. Morgunsendingin fer at vitja ymsu søvnini, men byrjaði heystfagnaðin í SMS í morgun. Hoyr samrøðuna við Fríðu Næs omanfyri. Tónlistaskúlin í Klaksvík flytir ikki inn í Mentanarhúsið sum ætlað, men í Skúlan á Skúlatrøð. Tað hevur býráðið í Klaksvík samtykt, eftir áheitan frá nevndini í Tónlistaskúlanum. Orsøkin er, at samanspæl millum fólkaskúla og tónlistaskúla hevur nógvar fyrimunir og kann stimbra menningina hjá børnunum, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri. Í løtuni verður grava millum verðandi skúlar og installatiónir lagdar. Jógvan Skorheim væntar, at byggingin av fyrsta byggistigi fer í gongd fyrst í næsta árið. Talan var um eina stóra skurðviðgerð, og læknarnir fortaldu foreldrunum frammanundan, at dóttirin ivaleyst fór at hava tørv á blóð undir og eftir skurðviðgerðina. Tá teir søgdu tað, spurdi eg alt fyri eitt, um ikki eg, maðurin ella onkur annar í familjuni kundi lata henni blóð, men tað bar ikki til, søgdu læknarnir, sigur Sigrið Sivertsen. Í Vegamótinum fortelur Sigrið Sivertsen um ógvusliga upplivingina og eisini, hvussu hon valdi ikki at vera beisk og ístaðin fyrigeva læknunum, sum høvdu ábyrgdina av Sóleyð, meðan hon bleiv skurðviðgjørd. Sandstrondin í Haldórsvík, sum hvarv tá verjugarður varð gjørdur uttanfyri havnarlagið í Vík í áttatiárunum, er veruleiki aftur. Fyri nøkrum vikum síðani kom sandbátur við sandinum, og bygdarfólkið er fegið um hetta átak. Fróðarmaðurin Poul Grunnveit greiðir frá hesum og ymiskum øðrum viðurskiftum í V k. Eimi Hellisá og Hans Petur Samuelsen bygdu nýggj sethús í Vík fyri seks árum síðani. Teimum dáma væl í heimbygdini. Kortini hevur tankin um at flyta longur suður í Sundalagið spøkt, tí aðrar familjur við børnum eru fluttar hagar skúli, barnagarður og hentleikar eru. Men fyribils verða tey búgvandi í Vík. 13 ára gamli Mikkjal Hellisá gongur í 7. flokki í heimbygdini, og hann gleðir seg til at fara í framhaldsdeild í Felagsskúlanum á Oyrabakka. Kortini heldur hann, at tað er stórt spell, at skúlin í Vík skjótt letur aftur, tí tað er stórur fyrimunur at ganga í einum lítlum skúla. Haldórsvíkar Avhaldsfelag hevur altíð verið eitt virkið felag, og forkvinnan, Jórun Andreasen, sigur, at endamálið hjá felagnum er tað sama, hóast tiltøkini onkuntíð hava verið fleiri í tali. Tensa Hansen er 96 ára gomul og elsta fólk í Haldórsvík. Hon er væl nøgd at búgva einsamøll í húsi. Hon er uppkallað eftir donskum lækna, ið kom til mammuna, tá Tensa varð fødd. Tríggjar systrar úr Vík hava allar mann úr Tjørnuvík og tær búgva allar á Ovaravegi í Haldórsvík og eru nógv saman. Í sendingini hitta vit Jóhonnu Olsen og Hallgerð Hansen. Tað er ikki bara í Føroyum, at leysir hundar gera seg inn á seyð. Í Íslandi hava tríggir leysir hundar síðani tíðliga í summar gjørt um seg í økinum við Mosfellsheiði uttanfyri Reykjavík. Sjey bóndagarðar í Mosfellsdali, Tingvallasveit og Ølfus hava mist tilsamans 65 seyðir, sum hundarnir hava dripið, og fleiri seyðir eru ikki komnir aftur í aftur. Bjarni Bjarnason, bóndi í Harðastaðir, sá eitt av álopunum. Hann sigur við dv.is, at hundarnir samstarvaðu um at fáa fatur á einum lambi. Vit settu okkum í samband við sýslumannin í Mosfellsbær. Hann fekk fatur í tveimum av hundunum og avlívaði teir, men triðji hundurin slapp til rýmingar, sigur Bjarni Bjarnason við dv.is. Møguliga mangla fleiri, men vit vita tað ikki við vissu, fyrr enn seyðurin hevur verið í rætt, og tað verður ikki fyrr enn í næsta mánað, sigur Jóhannes Sveinsbjørnsson, bóndi, sum hevur mist átta seyðir. Fróði Benjaminsen hevur í nógv ár verið ímyndin av føroyska landsliðnum, og hann spældi heili 86 dystir og skoraði seks mál fyri Føroyar. Christian Lamhauge Holst hevur somuleiðis takkað fyri seg. Hann spældi 52 landsdystir fyri Føroyar, og júst sum Fróði skoraði hann eisini seks mál. Eftirspurningurin eftir blóði er so stórur, at Krás hevur gjørt av at innflyta eitt tons av blóði úr Íslandi, til tess at nøkta tørvin. Forkvinnan í Starvsmannafelagnum heldur tað ikki vera nakran trupulleika, at eitt hálvt prosent av lønarhækkingini í ár fer til at løna nøkrum fáum limum, sum hava lutfalsliga hægri útbúgving. Byrta, ið Janus Rasmussen og Guðrið Hansdóttir manna, hevur seinastu tíðina við sínum elektrotónleiki fingið fólk at ressast og skrúva for frá, tá ið kendu løgini eru í umferð í útvarpinum. Hóast tónleikurin hjá Byrta hevur birt mong føroysk hjørtu, so er Guðrið aftur farin at upptraðka sum solistur. Í september hevur hon, saman við Bartali Augustinussen, verið á konsertferð í Russlandi, har hon hevur spælt 14 konsertir. Heimafturkomin gevur hon føroyingunum ein nýggjan sang sum tinganest. Smyril skal sigla eina ferð um dagin, Teistin, Ternan og Sam tvær ferðir og Ritan og Sildberin eftir galdandi ferðaætlan, um arbeiðssteðgur er. Í semjuni, sum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið gjørdu í gjár, stendur, at tá arbeiðssteðgur er, sigla øll skipini í minsta lagi eina ferð um samdøgrið. Tá arbeiðssteðgur hevur verið í 21 dagar, skulu Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið semjast um, hvussu tá verður við siglingini á teimum trimum leiðunum. Siglingin til Skúvoyar og til Fugloyar og Svínoyar verður ikki skerd, hóast arbeiðssteðgur er, stendur í tvey ára semjuni, sum varð undirskrivað í Fíggjarmálaráðnum í gjár. Fíggjarnevndin hjá løgtinginum hevur longu fingið fyrstu umbønirnar um pengar í fíggjarlógini fyri 2016, hóast nevndin ikki enn er farin undir at viðgera uppskotið hjá landsstýrinum. Kvívíkar kommuna biður um hálva fimtu millión, so Landsverk kann gera arbeiðið at bøta um trygdina á skúlaleiðini millum Stykkið og Kvívík liðugt. Endamálið við hesum arbeiði er at gera tað tryggari at ganga ella súkkla millum Stykkið, Leynar og Kvívík. Kvívíkar kommuna og Landsverk gera saman arbeiðið, sum kostar 7,5 milliónir krónur Løgtingið er í heystferiu, og Fíggjarnevndin hevur fund mikudagin í næstu viku. Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, er biðin um at koma á tann fundin. Fiskifr ttir skoyta uppí, at nógv halda, at fiskifrøðingar eru í so varnir, ikki minst viðvíkjandi makrelinum, sum ikki tykist vera verri fyri, hóast ovfisking í nógv ár. Samráðingarnar millum strandarlondini um, hvussu tey trý uppsjóvarfiskasløgini skulu býtast næsta ár, eru byrjaðar. Londini byrjaðu við svartkjaftinum í gjár. Í morgin vera samráðingar um norðhavssildina, og hósdagin í næstu viku er makrelurin á skránni. Tilmælini um svartkjaft og makrel fyri 2016 eru minni enn tilmælini vóru fyri 2015. ICES mælir til at fiska 36 prosent minni av makreli næsta ár enn heildarkvotan er í ár. Tilmælið um norðhavssild fyri 2016 er nakað størri enn í ár. Tað er blivið bíligari at liva. Brúkaraprístalið í Føroyum er eftir einum ári farið 1,9 prosent niður, skrivar Hagstova Føroya á heimasíðuni í morgun. Tað eru serliga príslækkingar í bólkinum býli , ið hava ávirkað samlaða brúkaraprístalið mest seinasta árið, nú rentan og oljan eru bíligari. Prísirnir á klæðum eru eisini lækkaðir seinasta árið. Klæðir eru 2,3 prosent bíligari at keypa í Føroyum nú í mun til fyri einum ári síðani. Hinvegin er tað blivið dýrari at drekka og roykja nú í mun til fyri einum ári síðani. Rúsdrekka og tubakk eru 2,1 dýrari nú í mun til somu tíð í 2014. Uppgávan er ikki einføld hjá U 21 landsliðnum í kvøld á Tórsvølli klokkan17.30. Mótsstøðan er Týskland, sum telist millum trý tey fremstu londini í U 21 fótbólti. Eli Hentze hjálparvenjari og Andrias Eriksen, liðskipari viðurkenna at uppgávan er stór, men um allir ellivu leikararnir avrika betur enn 100 , so ber til at fáa eitt gott úrslit. Føroyar hava spælt tveir dystir í EM undankappingini og hava framvegis einki stig. Føroyar hava tapt 1 0 fyri Aserbajdan á heimavølli og 3 0 fyri Finnlandi á útivølli. Eli Hentze sigur at venjaratoymið minnir leikararnar á, at 15 oktobur í 2013 vóru føroysku leikararnir so nær við at røkka tí heilt stóra úrslitinum. Føroyar spældu móti Týsklandi á útivølli og taptu 3 2. Men tað serliga í hesum dystinum var at Føroyar vóru á odda bæði 1 0 og 2 1. Hópurin er væl fyri til dagsins uppgávu, og taktiska uppleggið er eitt verjukent útgangsstøði við góðum umstillingum báðar vegir. Hoyr prátið við Andrias Eriksen og Eli Hentze omanfyri. Av misgávum avgreiddi politiið ikki málið. Og nú er ov seint. Málið er fyrnað. Arbeiðseftirlitið mælti til at geva 20.000 krónur í bót. Linda Hesselberg á Fútaskrivstovuni váttar, at tey fingu málið frá Arbeiðseftirlitinum í juni í fjør. Tað var 13.september í 2013, at ein 26 ára gamal maður doyði av arbeiðsvanlukku við fótbóltsvøllin á Argjum, tá eitt betongelement datt á hann. Arbeiðseftirlitið mælti til at geva arbeiðsgevaranum, smápartafelagnum Húsavarðartænastuni, 20.000 krónur í bót fyri at bróta lógina um arbeiðsumhvørvi. Sambært djóraverndalógini er ikki ólóglig at hava kynsligt samband við djór, um djórið ikki líðir undir tí. Og í hesum føri er ikki prógvað, at hundur og seyður hava liðið av hesum. Stutt fyri døgurða varð dómurin so kunngjørdur. Og maðurin er funnin sekur í viðurskiftunum við hundunum, men fríkendur fyri at hava gjørt seg inn á seyðin og at hótta vitni. Maðurin er ikki persónkannaður, og tí verður eingin revsing ásett í dag, men støða verður bert tikin til, um maðurin er sekur. Tá persónkanningin er liðug verður støða tikin til, hvørja revsing maðurin skal hava. Annar av radiologum í føstum starvið á Landssjúkrahúsinum, hevur sagt seg úr starvi. Tað er ein dyggur smeitur fyri landssjúkrahúsið. Tað fer tó ikki at hava týdning fyri ætlaðu mammografiscreeningina av kvinnum, sum sjúkrahúsið í løtuni søkir radiolog til, sigur sjúkrahússtjórin. Hetta eru tvey av evnunum í sendingini Vitan hesaferð. Iris Thomsen, havsúgdjóralívfrøðingur var í 2014 niðri á Falklandsoyggjunum og samskipaði ta fyrstu hvalateljingina nakrantíð har. Hon greiðir frá, hvussu tað var at verða har, um oyggjarnar og hvussu hvalateljingin var løgd til rættis. Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur á Náttúrugripasavninum, samskipaði í summar føroyska partin, í stórari hvalateljing í norðuratlantshavinum. Føroyar luttók saman við Grønlandi, Íslandi og Noregi og greiðir Bjarni frá, hvussu hetta varð samskipað, hvussu tey taldu hval og hvussu merkingarnar á grindahvali hevur riggað. Hoyr eisini Rógva Biskupstø greiða frá, hvussu tað kom í lag, at hann sum lesandi kom at halda ein fyrilestur á eini granskingarráðstevnu í Keypmannahavn. Tað vóru russar, sum skutu maleisiska ferðafólkaflogfarið niður, tá tað fleyg yvir eystara parti av Ukraina, sum russiskt stuðlaðar uppreistrardeildir høvdu tamarhald á, skrivar tíðindablaðið, Volkskrant. Kanningin hjá hollensku skaðanevndini verður almannakunngjørd í dag. Tá fæst eisini nærri greiða á, hvat veruliga hendi, tá MH17 flogfarið datt niður 17. juli í fjør. Russisku myndugleikarnir hava ført fram, at tað vóru ukrainskir hermenn, sum skutu flogfarið niður, men sambært tíðindablaðnum, Volkskrant, var flogfarið skotið niður av eini sokallaðari BKU rakett, sum er framleidd í Russlandi. Sambært kelduni hjá hollendska tíðindablaðnum er lítið hugsandi, at ukrainsku uppreistrarmenninir eru førir fyri at handfara so framkomin vápn, sum hesa rakettina. Viðkomandi metir haraftrat, at russisk herfólk kunnu vera blandað uppi í. Flogafarið hjá Malaysian Airlines varð skotið niður 17. juli í 2014, tá tað fleyg yvir Donetsk økinum har eysturi í Ukraina. Flogfarið var á veg úr Amsterdam í Hollandi til Kuala Lumpur í Malaysia. Øll 298 fólkini umborð 183 ferðafólk og manningin, sum taldi 15 doyðu. 193 av teimum vóru hollendingar. Ein liður, at bøta um stóru arbeiðsbyrðina á røntgendeildini á Landssjúkrahúsinum, er, at senda røntgenmyndir av landinum, millum annað til Spania, sigur Johnny í Grótinum, stjóri á Landssjúrkahúsinum. Í útvarpstíðindunum á middegi søgdu vit frá, at annar radiologurin á røntgendeildini hevur sagt seg úr starvi. Deildin er normerað til fimm radiologar, men nú er bert ein eftir í føstum starvi. Tí er arbeiðsbyrðan sera stór, og loysnir mugu finnast. Enn er óvist, um og hvussu nógv Marknagilsdepilin verður dýrari av roknivilluni hjá donsku ráðgevarafyritøkuni, Lemming og Eriksson. Kostnaðarætlanin heldur, og neyðugt verður ikki at fara í tingið at biðja um eykajáttan, men skúlin verður seinkaður nakrar vikur. Tað fekk Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, at vita frá Landsverki, sum seinnapartin kunnaði hana um gongdina í málinum um Marknagilsdepilin. Rani flytir út á bygd saman við mammuni og systrini. Pápin og mamman eru skild, og nú skal Rani byrja av nýggjum á heilt øðrum staði og finna sær aðrar vinir. Hetta er ikki lætt, tí at fleiri av nýggju floksfelagunum hyggja ikki at honum við blíðum eygum. Tað hevur við sær, at samstundis sum Rani skal berjast við longsulin eftir pápanum og sorgina yvir, at foreldrini ikki longur eru saman, skal hann eisini stríðast við at fóta sær í spildurnýggjum umhvørvi. Bókina hevur Ingun Christensen skrivað. Søgan er í 10 pørtum. Lív Højsted Horsdal lesur. Rani flytir út á bygd saman við mammuni og systrini. Pápin og mamman eru skild, og nú skal Rani byrja av nýggjum á heilt øðrum staði og finna sær aðrar vinir. Hetta er ikki lætt, tí at fleiri av nýggju floksfelagunum hyggja ikki at honum við blíðum eygum. Tað hevur við sær, at samstundis sum Rani skal berjast við longsulin eftir pápanum og sorgina yvir, at foreldrini ikki longur eru saman, skal hann eisini stríðast við at fóta sær í spildurnýggjum umhvørvi. Bókina hevur Ingun Christensen skrivað. Søgan er í 10 pørtum. Lív Højsted Horsdal lesur. Fyrsta dagin verður avgjørt, um nakar skal skuldsetast í málinum um deyða seyðin, sum varð funnin í einum húsi við Stóravatn í Sandoynni páskadag, 5. apríl, í ár. Politiið hevur fingið ummælið um málið frá Birnu Mørkøre, landsdjóralækna. Andrass Marr Poulsen, varapolitiinspektørur, sigur, at hann hevur latið løgfrøðiligum málsviðgera málið. Andrass Marr Poulsen væntar, at avgerð verður tikin í hesari vikuni. Spurningurin er, um til ber at brúka ásetingina um eftirlitsskyldu við djórum í hesum málinum. Politiið fekk páskadag fráboðan um 10 til 15 seyðir, sum lógu deyðir í einum húsi við Stóravatn. Tann, sum átti seyðin, var uttanlands. Sambært politinum høvdu seyðirnir verið deyðir í nakrar dagar, tá teir vórðu funnir. Niðurstøðan hjá politinum er, at seyðirnir vóru farnir inn at kroka. Hurðin í húsinum fór aftur og læstist, og tí sluppu seyðirnir ikki út aftur. Tá politið var liðugt víð sínar kanningar í juni, varð málið sent landsdjóralæknanum til ummælis. Tað ummælið hevur politiið nú fingið, og nú verður málið avgreitt. Sambært djóraverndarlógini eiga djór ikki at vera fyri óneyðugari líðing. Lógin sigur eisini, at tey, sum halda djór, eiga at síggja til, djórið fær nóg nógv at eta og drekka, og at tað í aðrar mátar verður hildið og røkt forsvarliga. Tilhaldsrúm hjá djórum eiga at vera forsvarliga innrættað. Nú avgerð skal takast um skuldseting ella ikki, er spurningurin um eftirlitsskyldu við djórum rættiliga avgerandi. Hvørki landsdjóralæknin ella politiið vilja í løtuni lata innlit í ummælið hjá landsdjóralæknanum. Klokkan 11 fara samráðingarleiðararnir hjá londunum, sum samráðast um svartkjaft í London, at tosa um býtið millum londini næsta ár. Føroyski samráðingarleiðarin, Herluf Sigvaldsson, væntar í løtuni, at eingin semja fæst um býtið næsta ár, so fleiri samráðingar vera í heyst. Klokkan tvey seinnapartin byrja samráðingar um norðhavssildina, og tær enda seinnapartin fríggjadagin. Og um eina viku byrja samráðingar um makrel. Strandarlondini Føroyar, ES, Ísland og Noreg samráðast um svartkjaftin. Ísland er formansland og beyð Grønlandi og Russlandi við sum eygleiðaralond. Strandarlondini fara at royna at býta svartkjaftin av nýggjum, nú býtislykilin frá 2006 er vrakaður. Føroyar, ES, Ísland, Noreg og Russland samráðast um norðhavssildina. Her er Noreg formansland. Grønland er boðið við sum eygleiðaraland. Skála verður sætta felagi hjá András Gángó í Føroyum 2016 Skála 2015 NSÍ 2014 NSÍ 2013 07 Vestur 2013 EB Streymur 2012 KÍ 2011 NSÍ 2010 NSÍ 2009 ÍF 2008 ÍF 2007 ÍF 2006 ÍF Hetta er fyrstu ferð, at Kira Kira Con verður hildin, og er næsta cosplay stevnan av sínum slag í Føroyum. Kira Kira Con er stevna har japanska mentanin innan tekniseriuheimin er í hásætinum, til dømis cosplay, manga, videospøl, tónleik og anime. Høvuðseyðkenni fyri slíkar stevnur kring heimin er Cosplay , ið er stytting fyri Costumeplay . Cosplay er, at fólk gera og ganga í búnum við íblástri frá tekniserium, og verður hetta eisini í Kira Kira Con. Endamálið at halda stevnuna, er at samla fólk í Føroyum við hesum áhuganum, og at geva øðrum møguleika fyri at at fáa eitt betur innlit í henda stuttliga og til tíðir forvitnisliga heim. Vit áttu longu at havt slíka skráseting. Men nú vit ikki hava hana, so skal hon í hvussu er verða klár í seinasta lagi 1. januar, sigur Peter Skaarup, framsøgumaður í rættarmálum hjá Danska Fólkaflokkinum. Danski Fólkaflokkurin, Javnaðarflokkurin og Konservativu mæla Søren Pind, løgmálaráðharra, til at seta í verk skráseting av øllum vakmyndatólum í Danmark, skrivar DR. Atsóknin í Keypmannahavn í februar, har Omar el Hussein drap tvey ósek fólk, kravdi dýrabara tíð hjá løgregluni at koyra runt í gøtunum í økinum og leita eftir vakmyndatólum. Men tað var einki annað at gera. So kann løgreglan skjótt fáa yvirlit yvir øll vakmyndatól, um yvirgangsatsókn ella annar grovur kriminalitetur aftur hendur, sigur Peter Skaarup, framsøgumaður, sambært DR. Uttandura vakmyndatól eru ikki skrásett í sentralari skráseting í Danmark. Hildið verður, at um 500.000 vakmyndatól eru í Danmark. Av teimum eru helst 100.000 bara í Keypmannahavnar kommunu. Løgreglan skal hava yvirlit yvir, hvør eigur vakmyndatólið, og hvussu hon fær hendur á upptøkunum, sigur Trine Bramsen, framsøgufólk í rættarmálum hjá danska javnaðarflokkinum. Enn liggur málið hjá konsulentvirkinum Rambøll, sum skal lýsa málið. Síðani verður tað latið Ríkisløgregluni, sum skal so skriva tilmælið til Løgmálaráðið um, hvussu skrásetingin kann skipast. Løgreglan skal kunna fara til verka skjótt og væl, tá brotsverk skulu steðgast ella fyribyrgjast alt fyri eitt. Tí hevur tað týdning, at hon ikki skal hyggja upp í loft og á húsaveggir, fyri at finna vakmyndatól, sigur Trine Bramsen. Í hesi sendingini viðgera vit hugtakið jazzstandards. Millum annað hoyra vit ymisk brigdi av As time goes by og Darn that dream. Lagt til rættis Agnar Lamhauge. Um eitt gott ár skal Marknagilsdepilin standa liðugur. 24. november 2016 er í øllum førum dagurin, sum Landsverk hevur boðað frá, at depilin skal standa liðugur. Men enn mangla fleiri sáttmálar at undirskriva. Kringvarpið skilir, at tilsamans fýra av níggju sáttmálum ikki eru undirskrivaðir enn. Talan er um innrætting, múraraarbeiði, málaraarbeiði og annlegsarbeiði. Í tveimum av hesum hevði fyritøkan TG verk lægsta tilboðið. Sama fyritøka, sum er í stríði við Landsverk um pengar. TG verk hevur sent Landsverki eina rokning upp á 45 milliónir krónur fyri seinkingar og meirveitingar, haðani tær flestu standast av roknivilluni hjá donsku ráðgevarafyritøkuni Lemming og Eriksson. Roknivillan hevði við sær, at arbeiðið bleiv seinkað fleiri mánaðir. Landsverk vil bara gjalda ein brotpart av pengunum, og málið endar nú helst í einum gerðarætti. TG verk hevði lægsta tilboðið upp á innrætting og múraraarbeiðið. Upprunaliga tilboðið hjá fyritøkuni var 99 milliónir fyri innrætting og 22 23 milliónir fyri múraraarbeiðið. Tá sparingar skuldu gerast í prosjektinum varð innrætting minkað niður í 56 milliónir krónur og múraraarbeiðið minkað niður í 17 milliónir krónur. Men ongin sáttmáli er undirskrivaður, og lagnan hjá hesum arbeiðstøkunum hongur í leysum lofti. Spurningurin er, um Landsverk og TG verk fara at undirskriva ein sáttmála fyri tíggjutals milliónir, samstundis sum partarnir allarhelst fara í gerðarættin, tí teir eru so ósamdir um pengar. Men hvat ger Landsverk so, um stovnurin ikki ætlar at undirskriva við TG verk Landsverk kann velja at bjóða arbeiðini út av nýggjum, men hetta tekur tíð, og við eini tíðarætlan upp á bara eitt ár er ivasamt, um Landsverk velur ta loysnina. Landsverk kann eisini samráðast við eina aðra fyritøku um at gera arbeiðini, men spurningurin er, um tað ber til at fáa aðrar fyritøkur inn at gera arbeiðið við stuttum skotbráði, serliga tá hugsað verður um, at nógv ferð er í byggivinnuni. Spurningurin er eisini, til hvønn prís arbeiðið so skal gerast fyri. Tað er ikki vist at TG verk ella ein møgulig nýggj fyritøka vilja gera hesi arbeiðini fyri ta kostnaðarætlanina, sum Landsverk hevur gjørt. Býráðið á Tvøroyri fer í kvøld at avgera, um kommunan skal senda rokning fyri útreiðslurnar, sum kommunan hevði í sambandi við ætlaðu vitjanina hjá drotningarhjúnunum í summar. Sama dag, sum drotningin og prinsurin skuldu vitja á Tvøroyri, boðaði borgarstjórin á Tvøroyri, Kristin Michelsen, frá, at landið eigur at rinda kommununum, sum hava havt útreiðslur av vitjanini, endurgjald, nú vitjanin varð útsett við so lítlum skotbrái. Sambært yvirliti, sum Útvarpið fekk frá Løgmansskrivstovuni góðan mánað eftir, at vitjanin varð avlýst, kostaði avlýsta drotningarvitjanin landskassanum 54.000 krónur Umframt Tvøroyri fyrireikaðu tríggjar kommunur seg til at taka í móti drotningini og hennara fólki í juni. Tær eru Hvalba, Sandur og Tórshavn. Fyrstu samráðingarnar vera 28. oktober við Pedagogfelagið. Karmurin hjá landinum er 4,15 prosent í tvey ár. Hann varð gjørdur mánadagin, tá Lønardeildin og Starvsmannafelagið gjørdu semju. Heðin Mortensen, formaður í Kommunala arbeiðsgevarafelagnum, vil ikki siga bart út, um hetta bindur kommunurnar til ikki at geva størri lønarhækking enn 4,15 prosent. Eingin kann áhaldandi hava umsorgan fyri øðrum uttan eisini at hava umsorgan fyri sær sjálvum. Soleiðis ljóðar yvirskriftin í faldaranum avvarðandi hjá fólki við sálarsjúku Psykiatriski depilin á Landssjúkrahúsinum bjóðar undirvísing til avvarðandi, í depressión, psykosu og skizofreni, umframt persónleikaólag. Fyrst verður byrjað við undirvísing fyri avvarandi hjá fólki við depressión. Maria Andreassen Hentze og Eydna Iversen Lidenskov greiddu frá møguleikanum fyri undirvísing. Tær arbeiða báðar á psykiatriska deplinum sum sjúkrarøktarfrøðingar, men Maria er eisini avvarðandi. Tað kann gera so stóran mun, um tey avvarðandi hava innlit í sálarsjúkuna hjá tí, sum er sjúkur ella hevur verið sjúkur. Tað kann fyribyrgja at depressiónin kemur aftur, um tey avvarðandi vita hvussu tey skulu vera um tann, ið er sjúkur. Hoyr Mariu Andreasen Hentze og Eydnu greiða frá hví ein undirvísing kann gera mun, og hvussu Maria upplivdi tað at vera avvarðandi hjá einum við depressión. Noen som savner hasjen sin Dette er jo ganske mange penger, s den som har mistet hasjen sin kan bare ta kontakt med Hitra lensmannskontor. Soleiðis skrivar løgreglan í Hitra í Noregi í eini heldur óvanligari eftirlýsing, ið er send út á Facebook, har løgreglan spyr, hvør eigur ein klump av hassji, ið er funnin. Hóast uppslagið er deilt fleiri enn 1.000 ferðirnar, og 800 fólk hava viðmerkt uppslagið, er enn ikki eydnast løgregluni í Hitra at fáa hassjið aftur til eigaramannin. Hassjið varð funnið í einum handli í Fillan, skrivar løgreglan í boðunum á Facebook. Tí vil løgreglan nú fegin í samband við tann, sum hevur mist og eigur hassjið. Málið er ikki á skránni fyri býráðsfundin á Tvøroyri klokkan fimm. Kristin Michelsen ætlaði annars fyri tveimum vikum síðani at lata býráðið sleppa at taka støðu á fundinum í dag. Men tað verður ikki, sigur Kristin Michelsen í dag. Hann sigur, at tríggir býráðsfundir eru eftir í ár, og hann ætlar, at á einum av hesum fundunum ætlar hann at spyrja býráðið, um hann kann vera bæði borgarstjóri í fullum starvi og løgtingsmaður. Kristin Michelsen vísir á, at tann 19. november í 2012 gav tá nývalda býráðið á sínum fyrsta fundi loyvi til, at hann kann vera løgtingsmaður samstundis sum hann er í fulltíðarstarvi sum borgarstjóri. Og hetta er sama býráð, sum er í dag. Í farna løgtingsvalskeiði var Kristin Michelsen í andstøðu í løgtinginum. Nú er hann í samgonguni, hann er formaður í Rættarnevndini og limur í Fíggjarnevndini hjá løgtinginum. Finnur Koba umrøður Heystframsýningina, sum kann síggjast í framsýningarhølunum hjá skipasmiðjuni MEST, og hetta er úr einum brúkarasjónarhorni. Seyður og seyðahald er serligt tema á Mentanarcaf ini, har vit hitta Jóhan Mortensen og Jóhan Joensen, sum fara at innflyta seyðakjøt úr Orknoyggjum av seyði, ið bara etur tara. Tvær bøkur um seyðahald eru á skránni. Vit hitta Olav Schneider, ið hevur latið úr hondum bókina Seyður og seyðahald, og Sonju Kjølbro og Archibald Black, sum ávíkavist hava sett upp og latið tekningar til aðra bók, nevniliga Seyðabókina. Eisini fer Nils Ohrt at hugleiða um seyðin í listini, Katrina í Geil sigur okkum um nýggj rák, ið enn ikki eru komin hendavegin, men sum kunnu fáa stóran týdning fyri ullina, og Annika Skaalum fer at tosa um hugtakið Bindiklubbar úr akademiska sjónarhorninum, meðan Eyðun Eliasen fer at siga okkum um arkitektin og listamannin Le Corbusier, sum doyði fyri fimti árum síðani. Landsstýriskvinnan segði, at arbeiðið at gera pensjónsnýskipanina fer at byggja á somu meginreglur sum higartil, men harafturat verður spurningurin viðgjørdur um størri samhaldsfesti í skipanini. Málið er at fáa semju næsta vár, segði landsstýriskvinnan í løgtinginum. Hon nevndi eisini onnur mál, sum hon hevur raðfest. Eitt mál er minni barnafátækradømi og størri trivnaður hjá teimum, sum eiga børn, og at fáa tey, sum lesa uttanlands, heim aftur, tá tey eru liðug. Landstýriskvinnurnar í almannamálum og í heilsumálum eru samdar um at seta eina nevnd við umboðum fyri allar partar, sum varða av endurvenjingini. Nevndin skal tryggja, at fólk fáa eina samanhangandi tænastu. Lógin frá 2012 um arbeiðsfremjandi tiltøk, tað eru tillagað størv og avtalað løn, skal eftirmetast fyri 1. januar 2016. Hendan eftirmeting verður nú, segði Eyðgunn Samuelsen í løgtinginum. Hon ásannaði eisini, at vaksandi útreiðslurnar hjá skipanini eru ein avbjóðing. Landsstýriskvinnan í almannamálum upplýsti í løgtinginum, at Bústaðir hava lovað at byggja ein stovn við 12 plássum til fólk við menningartarni á Karlamagnusarbreyt í Havn Ein stovnur verður eisini bygdur í Blómubrekku í Havn, við 12 plássum til fólk við sálarsjúku. Men hetta nøktar ikki allan tørvin. Eyðgunn Samuelsen nevndi eisini møguleikan at seta av pengar frá fyrsta degi til at viðlíkahalda nýggjar bygningar fyri at sleppa undan stórum játtanum til viðlíkahald seinni. Landstýriskvinnan í almannamálum raðfestir eisini heildarætlanina um kynsligan ágang og javnstøðumál, sum nú eru í Almannamálaráðnum. Javnstøðulógin skal endurskoðast og ein javnstøðupolitikkur skal orðast fyri at fáa ungar kvinnur at støðast í Føroyum, segði Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, tá hon kunngjørdi fyri løgtinginum, hvat hon fer at leggja dent á í politikki sínum. Eyðgunn Samuelsen segði eisini, at brúk verður fyri 30 milliónum krónum um árið næstu fýra árini til viðlíkahald og nýbygging. Eyðgunn Samuelsen umsitur 1,4 milliardir krónur í fíggjarlógini. Flóttafólkastreymurin verður høvuðsevnið á fundinum hjá stjórnarleiðarunum í ES í dag. Í einum boðum frá forsetanum í ES, Donald Tusk, stendur, at milliónir av flóttafólkum kunnu vera á veg til ES londini. Tað ljóðar kanska ógvusligt, men ES má vera fyrireikað, um tað skuldi hent, sigur ES forsetin, Donald Tusk. Fyrstu níggju mánaðirnar í ár, komu 710.000 flóttafólk og migrantar til ES londini. Hóast flóttafólkastreymurin linkar, nú veturin stundar til, so má ES verða fyrireikað til várið og summarið, tá vandi er fyri, at nógv fleiri fara at koma til Europa, sigur Donald Tusk. Seinastu tíðina hevur ES arbeitt við at fáa grannalondini hjá Sýria at taka sær av flóttafólkunum, serliga hava samráðingar verið við Turkaland, har yvir tvær milliónir flóttafólk eru. ES hevur eisini samtykt at býta 160.000 flóttafólk ímillum ES londini. tey eru komin til Italia og Grikkalands. Á fundinum í dag skulu leiðararnir umrøða, um ES skal menna sonevndu Frontex skipanina, sum tryggjar uttastu økini í ES. Ætlanin er at senda skjóttgangandi bátar og skip til økini, so tey kunnu steðga bátum og skipum sum koma við flóttafólki. Umrøðast skal eisini, hvat gerast skal við flóttafólkini um koma, og hvussu tey kunnu sendast heim aftur. Spurningurin um skipanina, at umsóknir frá flóttafólkum skulu viðgerast í tí fyrsta ES landinum sum tey koma til, verður eisini umrøddur á toppfundinum í Bruxelles. Soleiðis ljóðar áheitanin í nýggjum átaki Ferðslutrygd og Tryggingarfelagnum Føroyum, sum skal fáa ungar bilførarar at halda hámarksferðina, og brúka vit og skil í ferðsluni. Átakið er serliga ætlað bilførarum í aldrinum 18 24 ár, í einum stuttfilmi, ið verður vístur á netinum og í føroysku biografunum, sigur Ferðslutrygd í tíðindaskrivi. Tvøroyrar kommuna brúkti 55.000 krónur í sambandi við vitjanina, sum bleiv av ongum, tí hon skuldi vera samstundis sum fólkatingsvalið var. Okkurt kann brúkast, so sum gávurnar, so rokningin, sum ikki verður ikki verður send, var 46.000 krónur Sama dag, sum drotningin og prinsurin skuldu vitja á Tvøroyri, boðaði borgarstjórin, Kristin Michelsen, frá, at landið eigur at rinda kommununum, sum hava havt útreiðslur av vitjanini, endurgjald, tí vitjanin varð útsett við so lítlum skotbrái. Men í gjár samtykti býráðið á Tvøroyri tó, at kommunan skal sjálv rinda alt, sum avlýsta vitjanin kostaði. Kristin Michelsen sigur, at á býráðsfundinum varð funnist at Løgmansskrivstovuni. Tað varð gjørt, tí Løgmansskrivstovan ikki at venda sær til kommunurnar, sum drotningin skuldi vitja, fyri at vita, hvussu stórar útreiðslurnar hjá teimum vóru. Umframt Tvøroyri fyrireikaðu tríggjar kommunur seg til at taka í móti drotningini og hennara fólki í juni. Tær eru Hvalba, Sandur og Tórshavn. 69 óhapp til samans vórðu skrásett á føroyskum arbeiðsplássum í 2014. Talið er støðugt vaksið síðan 2010, tá tað var 83. Arbeiðseftirlitið fór at skráseta arbeiðsóhapp í 2009, tá var talið 141. Tónleikaskráin hjá Big Band Ribe, er fyri tað mesta lættur traditionellur jazzur, sum vit kenna, fyri tað mesta frá Count Basie, Frank Sinatra og líknandi. Altverkið er ein tónleikaverkætlan , sum Hans Jacob Kollslíð hevur tikið stig til. Hans Jacob Kollslíð hevur gjørt øll løgini, og hevur skrivað øll orðini. Intentiónin við hesari útgávuni er at allir sangirnir skulu hanga saman umvegis tekstirnar, sum kunnu lesast sum ein long søguforteljing, ið byrjar við Skapanarsøguni og Eden, og endar við einum komandi várið og kanska einum kaffimunni. Tað verður ikki í Føroyum, at seinasta punktum verður sett í ósemjuni millum byggifyritøkuna TG verk og Landsverk viðvíkjandi Marknagilsdeplinum. Orsøkin til, at málið skal viðgerast í Danmark og ikki í Føroyum er, at høvuðsráðgevin í byggingini av Marknagilsdeplinum, arkitektafelagið BIG, er eitt danskt felag. Somuleiðis er undirráðgevin Lemming og Eriksson eisini heimahoyrandi í Danmark. TG verk er størsti arbeiðstakarin í Marknagilsdeplinum. Tá avtala skuldi gerast um, hvar møguligar ósemjur millum partarnar skuldu greiðast, varð hildið vera ruddiligast, at eisini ósemjur millum TG verk og Landsverk skuldu beinast í danskan gerðarætt. Hetta er Voldgiftsnævnet Byggeri og Anlæg. Hetta hevur TG verk skrivað undir upp á. Um hetta fer at gera málið skjótari ella seinni at avgreiða, er ilt at siga í løtuni. Ein fyrimunur kann vera, at danski gerðarætturin er størri og hevur størri arbeiðsorku enn ein føroyskur gerðarættur. Men vansin er, at tað kann taka rúma tíð at umseta øll skjølini í málinum til danskt. Meginparturin av pengunum stavar frá seinkingum og meirveitingum í sambandi við roknivilluna, sum danski ráðgevin, Lemming og Eriksson, gjørdi í projekteringini og sum hevur seinkað arbeiðinum í fleiri mánaðir. Eftir at hava viðgjørt vísindaligu frágreiðingina um svartkjaft og langtíðar umsitingarætlanina, varð ein roynd gjørd í gjár at finna semju um heildarkvotu og býtið millum londini. Men tað eydnaðist ikki. Eg má mála fyri at kunna virka í samfelagnum. Annars bleiv eg sjúkur. Hetta sigur listamaðurin Torbjørn Olsen, sum fyrr í ár fekk Mentanarvirðisløn Landsins sum tøkk fyri útint listarligt avrik á høgum stigi. Men listarliga tilgongdin er stundum darvað av svøvnloysi og iva. Hartil koma rúsdrekkatrupulleikar, sum gera at heilsan er farin at bila. Onkuntíð tykist tað, sum tað sær svart út fyri framman, heldur listamaðurin. Meðan føroysku bøturnar byggja á praksis síðstu 20 árini, so eru donsku bøturnar dagførdar fyri stívliga fýra árum síðani. Tí verður í Danmark hugt eftir, hvussu álvarsamt óhappið ella vanlukkan er, umframt hvussu stór fyritøkan er. Bjørki Geyti kundi hugsað sær, at tey í framtíðini fingu størri kør, so møguleiki verður, at hava fleiri fiskasløg á Sjósavninum. Í løtuni eru yvir 30 sløg, men undir Føroyum eru væl fleiri enn 200 fiskasløg. Rani flytir út á bygd saman við mammuni og systrini. Pápin og mamman eru skild, og nú skal Rani byrja av nýggjum á heilt øðrum staði og finna sær aðrar vinir. Hetta er ikki lætt, tí at fleiri av nýggju floksfelagunum hyggja ikki at honum við blíðum eygum. Tað hevur við sær, at samstundis sum Rani skal berjast við longsulin eftir pápanum og sorgina yvir, at foreldrini ikki longur eru saman, skal hann eisini stríðast við at fóta sær í spildurnýggjum umhvørvi. Bókina hevur Ingun Christensen skrivað. Søgan er í 10 pørtum. Lív Højsted Horsdal lesur. Rani flytir út á bygd saman við mammuni og systrini. Pápin og mamman eru skild, og nú skal Rani byrja av nýggjum á heilt øðrum staði og finna sær aðrar vinir. Hetta er ikki lætt, tí at fleiri av nýggju floksfelagunum hyggja ikki at honum við blíðum eygum. Tað hevur við sær, at samstundis sum Rani skal berjast við longsulin eftir pápanum og sorgina yvir, at foreldrini ikki longur eru saman, skal hann eisini stríðast við at fóta sær í spildurnýggjum umhvørvi. Bókina hevur Ingun Christensen skrivað. Søgan er í 10 pørtum. Lív Højsted Horsdal lesur. Í ár er altjóða ár fyri ljósi, og hetta verður hátíðarhildið á savnsfagnaðinum alla heystfrítíðini. Tey stóru søvnini, Tjóðsavnið, Listasavnið og Sjósavnið bjóða børnum og øllum áhugaðum á savnsfagna. Tað staðfestir nýggi stjórin á Landssjúkrahúsinum, Johnny í Grótinum. Hann leggur aftrat, at nú ber illa til at effektivisera meira á Landssjúkrahúsinum. Fyri aðru ferð hevur Kærunevndin í lendismálum broytt eina avgerð hjá Umhvørvisstovuni um at nokta einum borgara í Tórshavnar kommunu at býta eitt grundstykki í tvey stykki. Umhvørvisstovan bygdi sína avgerð á ummæli hjá kommununi, sum hevði grannahoyring um málið. Fyrst í desember í 2013 bað Kærunevndin Umhvørvisstovuna viðgera málið av nýggjum. Tað gjørdi Umhvørvisstovan, men avgerðin bleiv tann sama. Og aftur varð kært um avgerðina. Nú hevur Kærunevndin í lendismálum kolldømt avgerðina hjá Umhvørvisstovuni. Loyvi til sundurbýti eigur at vera latið, sigur Kærunevndin. Kommunan mælti frá sundurbýti, tí tað var ikki í tráð við byggisamtyktirnar. Kærunevndin sigur, at søkt varð um sundurbýtið, áðrenn almenna byggisamtyktin fyri økið varð broytt. Økið varð útstykkjað í 1964 eftir einari heildarætlan, og tá var eingin byggisamtykt fyri Tórshavn. Útstykkingin í 1964 hóast hon er gomul kann framvegis sigast at vera galdandi fyri hetta ítøkiliga mál, tí ikki sæst, at nøkur onnur útstykkingarætlan er komin í staðin fyri hesa frá 1964, sigur Kærunevndin. Søkt varð um at býta eitt grundstykki, sum er 798 fermetrar, í tvey. Umhvørvisstovan helt uppá, at málið er prinsipielt, men tað heldur Kærunevndin tó ikki. Ert tú ein av teimum, ið koyrir skjótari enn loyvt er, so ert tú ikki einsamallur. Tað vísir ein hugburðskanning , Ferðslutrygd gjørdi í apríl mánað. Bert 32 prosent av teimum spurdu svaraðu, at tey halda seg til ásettu hámarksferðina, tá tey koyra bil. Restin, tað vil siga 68 prosent, siga seg koyra ov skjótt. 53 prosent av teimum spurdu siga seg koyra 90 kilometrar t. 13 prosent siga seg koyra 100 kilometrar t, og 1 prosent siga seg koyra 110 kilometrar t ella skjótari. Fóturin hjá monnum hongur tyngri á spitaranum enn hjá kvinnum. Tað er í øllum førum ein av niðurstøðunum í hugburðskanningini, ið varð gjørd í vár. Í øllum aldursbólkum svara fleiri menn enn kvinnur, at teir koyra skjótari enn teir loyvdu 80 kilometrarnar um tíman, ið er hámarksferðin á landsvegnum. Besti hátturin at fáa bilførarar at halda hámarksferðina er at fáa løgregluna at herða eftirlitið við ferðsluni, svaraðu tey spurdu í hugburðskanningini hjá Ferðslutrygd. Tað tekur ov langa tíð at gera sálarkanningar í Føroyum, viðgongur Tormóður Stórá, leiðari á psykiatriska deplinum. Orsøkin er millum annað, at psykiatriski depilin er undirmannaður, og tað er ringt at fáa útlendskir psykiatarar at gera sálarkanningar, sigur Tormóður Stórá. Seinasta dømið um sálarkanning, sum tók drúgva tíð at gera, er málið um drápið í Hvalba. 23 ára gamli maðurin, ið bleiv dømdur, varð varðhaldsfongslaður í næstan eitt ár, millum annað tí bíðað varð eftir sálarkanningini. Tormóður Stórá sigur, at talið á sálarkanningum er økt úr einari til tvær kanningar um árið fyri tíggju árum síðani upp í fýra til fimm kanningar árliga í dag. Átta sangir við føroyskum yrkingum eru á fløguni Nón , sum plátufelagið Tutl gav út tann 9. oktober í ár. Jens L. Thomsen hevur tikið upp, ljóðblandað og framleitt sangirnar í Støkumørk Studio Innan Glyvur og í London. Sangirnir Waltz Me Back In Time hjá Fróða Hansen, og Á, eg hugsi um staðin hjá Svein í Prestagarði royna seg gjøgnum Nálareygað hesaferð. Høgni Mohr hevur havt áhuga fyri kvæðum og dansi frá dreingjaárum, tá hann lærdi Sigmundsvísuna. Hann dansar í Dansifelagnum í Havn og í Tøkum Lætt. Høgni skipar fleiri kvæði. millum annað Ormin Langa, Brynhildartátt og Jøkilskvæði Hann sigur, at nógv meira studningur skal til, skulu vit hugsa um at gerast sjálvbjargin við seyða og neytakjøti, tí vit kappast við útlendingar, sum stuðla landbúnaðinum við nógvum pengum. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, sigur, at landsstýrið fer at arbeiða við einum landbúnaðarpolitikki, har málið er, at vit skulu gerast sjálvbjargin. Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum, vísir aftur, at nýggi sáttmálin, sum felagið hevur gjørt við Figgjarmálaráðið, víðkar gjónna millum rík og fátæk. Selma Ellingsgaard vísir á, at tað er vanlig mannagongd, at summir starvsbólkar í sáttmálanum verða umflokkaðir, men hesaferð fevnir umflokkingin um 100 fólk, og tí er kostnaðurin lutfalsliga høgur. Semja var við Grøna borðið í studio 3 um, at nú má farast undir eina tilgongd at fáa eina landsætlan fyri Føroyar, so landið verður bygt út grundað á eitt heildarsjónarmið Nú bendir alt á, at føroysku skipini fáa eisini nógv minni lodnu næsta ár. Sambært blaðnum Fiskifr ttir verður føroyska lodnukvotan í íslendskum sjógvi bara stívliga 2.000 tons. Í ár er føroyska lodnukvotan 30.000 tons. Orsøkin er, at sambært kanningum hjá íslendskum fiskifrøðingum er lodnustovnurin minkaður so nógv, at mælt verður til ikki at fiska meira enn 44.000 tons næsta ár. Støðan kann gerast tann margháttliga, at bara útlendsk skip sleppa at fiska lodnu í íslendskum sjógvi, tá fiskiskapurin byrjar aftur, norsk skip, grønlendsk skip og føroysk skip. Sannlíkt er, at íslendsk skip fáa onga kvotu fyrr enn lodnustovnurin er kannaður aftur fyrst í komandi ári. Reiðarar og onnur í vinnuni vóna, at tá er stovnurin størri enn er nú. Sambært býtinum, sum strandarlondini eru samd um, eigur Ísland 36.000 tons av teimum 44.000, sum tilmælið hjá fiskifrøðingunum er, Noreg eigur 11 prosent, sum geva 5.000 tons, og Grønland eigur 3.000 tons. Føroyar fáa burtur av íslendska partinum. Men Ísland hevur sáttmála við Noreg um lodnu fyri tosk í Smoguni. Næstu ferð, Noreg skal hava lodnu fyri tosk, skal Noreg hava 35.000 tons. Noreg eigur so harafturat 5.000 tons sambært býtinum, Grønland eigur 3.000 tons og Føroyar fáa væntandi góð 2.000 tons. Og so er ikki ein stertur eftir til íslendingar sjálvar, um kvotan verður 44.000 tons. Býlingarnir eita Torgið, Mentanarbryggjan, Kanalin, Nýggja Bussstøðin, Seyrugøtan, Áin og Sandurin og Vágsbøur. Býráðið hevur samtykt eina heildarætlan um miðbýin. Torgið er fyrsta byggistigið. Bygging er longu byrjað har. Har verða bygdar 30 íbúðir og handlar. Torgið skal verða miðstøðin, ella hjartað, sum býráðið sigur, í nýggja miðbýnum. Torgið verður liðugt í 2017. Ríkisleiðararnir samdust um at veita Turkalandi 22,3 milliardir krónur í hjálp, so landið kann hjálpa flóttafólkunum, samstundis sum eftirlitið á markinum skal herðast. Týski samveldiskanslarin, Angela Merkel, segði, at Turkaland higartil hevur nýtt yvir 52 milliardir krónur til tey nógvu flóttafólkini í landinum, og tí er tað ikki meir enn rímiligt, at ES londini stuðla Turkalandi, helst við eini líknandi upphædd. Semjan sum ES hevur gjørt við Turkaland, fer væntandi at hava við sær, at streymurin av flóttafólkum sum vilja sleppa til ES londini, fer at linka, tí flóttafólkini skulu fáa hjálp í Turkalandi, Libanon og Jordan ístaðin. Danski forsætisráðharrin, Lars Løkke rasmussen, segði eftir fundin, at ES londini nú av álvara tosa um, hvat er neyðugt at gera, fyri at hjálpa flóttafólkunum, heldur enn at btosa um, hvussu londini kunnu taka sær av einum brotparti av flóttafólkunum. Føroysk verkætlanarleiðsla hevur 10 ár á baki í ár og í hesum sambandi verður skipað fyri eini ráðstevnu um professionella verkætlanarleiðslu. Fyri at beina fyri øllum iva um, hvør skal verða nevndur minningardag teirra sjólátnu, 1. november, eru reglur gjørdar, sum greitt siga, hvør skal á listan. Fólk skulu vera skrásett hjá Landsfólkayvirlitinum at búgva í Føroyum, og tey skulu hava latið lív í sínum yrki á sjónum, av sjúku ella vanlukku. Á sjónum merkir á skipi, í báti, á øðrum vinnustaði á sjónum, ella í sjónum. Ein nevnd, sum varð sett eftir áheitan frá biskupi, hevur orðað treytirnar. Í nevndini vóru Anfinnur Garðalíð fyri manningarfeløgini og Reiðarafelagið, Edvard Bjarnason fyri Vørn, Bergur Berg fyri Mentamálaráðið og Løgmansskrivstovuna og Torleif Johannesen fyri fólkakirkjuna og Sjómansmissiónina. Fyri 1. november í fjør stakk ivi seg upp um, hvør skuldi vera á listanum til minningarhaldið fyri tey sjólátnu. Jógvan Fríðriksson, biskupur, sigur, at skipanin var farin á glið, og tí var neyðugt at gera greiðar reglur um, hvør skal á listan. Nevndin, sum síðani varð sett, var samd um, at neyðugt er at hava greiðar avmarkingar fyri, hvør kemur á listan, so ivamálini eru so fá, sum til ber. Listin er galdandi fyri almenna minningarhaldið 1.november, har sum løgmaður og biskupur eru við, og sum Føroyska sjómansmissiónin skipar fyri. Vit hava valt at føroysku gávurnar fara til Rumenia, men tað eru nógv fleiri lond aftur Rumenia, sum hava brúki fyri hjálp. Sannleikin er at tað eru fleiri lond, sum hava taka í móti enn tey sum geva jólagávur. Miriam Rasmussen, er ein av føroysku samskiparunum. Hon hevur sjálv búð í Rumenia í eitt ár, og í farnu jól var hon í Romenska býnum, sum føroysku gávurnar koma. Børnin vórðu sera glað, og tað hevur sera stóran týdning at føroyingar taka so væl undir Christmas child. Soleiðis sigur Miriam Rasmussen, sum hevur upplivað støðuna í Romenia. Tú pakkar gávupappír um eina skógvaeskju, fyllir hana við gávum og avleverar hana til eitt av móttøkustøðunum saman við 30 krónum í einum brævbjálva. Tað er í stuttum soleiðis tað fer fram, og í faldaranum hjá Christmas child ber til at síggja hvat er hent at koyra í gávuna og hvussu ein annars ber seg at. Í vikuni kom eitt føroyskt ferðalag á veg til Romenia, í eina sera óhepna støðu. Flogferðaseðlarnir hjá teimum vóru ikki nýtiligir, tí at teir vóru keyptir frá eini síðu sum hevði svikað. Á skrivstovuni hjá flogfelagnum, sóu tey at føroyska ferðalagið hevði bílagt ferðaseðlarnar fyri tveimum mánaðum síðani. Men longu dagin eftir bílegginina, var hon strikað aftur, tí at peningurin ikki var komin til flogfelagið. Tað vísti seg at felagið sum tey høvdu keypt ferðaseðlarnar frá ikki var veruligt. Føroyska ferðlagið hevði brúkt heimasíðuni Momondo. Tá tú leitar eftir flogferðaseðlum á Momondo, vísir hon til ymiskar síður og hvørjar eru bíligast. Regin W.Dalsgaard veitir góð ráð í innslagnum, um hvussu ein kann kanna um álit er á flogfeløgunum. Hoyr ráðini hjá Regini W. Dalsgaard omanfyri. Lurtarar spyrja panelið um kærleikin slóknar tá útsjóndin fer, um ein rennibreyt í Klaksvík er eitt gott hugskot, um útlongsul og um lívstílurin ið fylgir við pengum er eydnan Marjun Lómaklett starvaðist fyri tað mesta sum vígsluprestur og upplivdi nógv hesi árini, tey vóru har. Londini har um vegir eru muslimsk og tú skalt vanda tær, so tú ikki kemur í kløtur við myndugleikarnar. Upprunafólkið er í minniluta í mun til fremmanda fólkið, sum arbeiðir í Emiratunum. Har eru nógvir pengar og marglæti, men onki frælsi og vunnin rættindi, sum vit kenna til í vesturheiminum. Í 2019 er ikki bert Havnin, ið hevur rennibreyt. Klaksvíkingar fáa rennibreyt um fýra ár, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri, við heimasíðuna hjá kommununi. Gongur tað, sum borgarstjórin í Klaksvík ætlar, kunnu klaksvíkingar eisini so smátt byrja at gleða seg til ein fótbóltsvøll afturat í býnum. Ætlanin er at gera eina rennibreyt og ein eyka fótbóltsvøll, soleiðis at vit umframt rennibreytina eisini fara at hava tveir fótbóltsvallir ístaðin fyri ein, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri. Klaksvíkar kommuna má ognartaka tvey jarðarstykki, áðrenn farast kann undir at gera rennibreyt og nýggjan fótoltsvøll til klaksvíkingar, sigur kommunan. Politiið fekk fráboðan klokkan trý korter til átta í gjárkvøldið. Veðrið gjørdi, at ikki bar til at fara eftir monnunum við tyrlu. Trý korter seinni vóru tveir menn farnir í land við heitum klæðum og mati, og hálvan annan tíma seinni, tá var klokkan tíggju, høvdu teir funnið fjallmenninar og fingu teir í bátin hjá Bjargingarfelagnum, upplýsir politiið. Lønarhækkingin er, sambært karminum hjá Starvsmannafelagnum, 2,25 prosent 1. oktober. Hvørt prosent kostar landinum 21 milliónir krónur um árið. 1. oktober næsta ár hækkar lønin 1,9 prosent. So samanumtikið fara lønarhækkingarnar at kosta okkurt um 60 milliónir krónur næsta ár. Enn hevur bara Starvsmannafelagið gjørt sáttmála við Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum, men sambært Snorra Fjallsbaki, leiðara á Lønardeildini, er støðið lagt við sáttmálanum hjá Starvsmannafelagnum. Serlæknar mangla á fleiri deildum á Landssjúkrahúsinum, men eingir pengar eru til at seta nýggjar. Sjúkrahússtjórin vil hava eina eyka pulju til setan av serlæknum, umframt vanligu játtanina til Landssjúkrahúsið. Tað staðfestir nýggi stjórin á Landssjúkrahúsinum, eins og læknafelagið og fyrrverandi sjúkrahússtjórin hava víst á. Men torført er at finna pengar í verandi játtan til at seta fleiri serlæknar, tí virksemið seinastu fýra árini er økt nógv, meðan lønarjáttanin ikki er hækkað samsvarandi. Tí tekur Johnny í Grótinum, undir við uppskotinum, sum var frammi undir valstríðnum, um at hava eina eykapulju til setan av serlæknum, umframt vanligu játtanina til Landssjúkrahúsið. Hoyr sangirnar Útlegd, Frísarnir og Sinklarsvísu, sum vórðu spældur í útvarpinum fyri fyrstu ferð, umframt sangin Sneppan, ið longu er settur í umfer. Onkra staðni er eingin blámusoppur staðfestur, aðra staðni er nakað av blámusoppi og onkra staðni meira, sigur Andras Róin, stjóri í Bústøðum. Bústaðir og Tórshavnar kommuna kanna, um Bústaðir kunnu gera íbúðir til lesandi í Kommunuskúlanum. Enn er eingin avgerð tikin um tað. Í hesari sendingini umrøður paneli fitness, Lávus sigur frá hvussu tað er at eiga eina fyritøku tá man bert er 21 ára gamal og Tríggir ungir fýrar prátað um hvat teir ætla sær at gera í heystferiuni. Tær 20 milliónirnar eru betur farnar til okkurt annað enn til ein býráðssal, sum bara verður brúktur einar tríggjar tímar um mánaðin. Tað sigur Jákup Dam í Tjóðveldi, sum var einasti limurin í Vinnunevndini í Tórshavnar býráð, sum ikki atkvøddi fyri at seta pening av til at leggja dekk í saltsiluna á Vestaru bryggju, har ætlanin er at byggja nýggjan býráðssal. Bankabygningurin í miðbýnum skal aftur til borgararnar, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum væntar at avdúka stórar ætlanir um ein mánað ella so. Valfeløgini hjá Sambandsflokkinum royna at semjast um eitt valevni til formansvalið á eykalandsfundinum, sum verður næsta leygardag. Ein annar, sum verður nevndur sum formansevni, er Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, sum varð nývaldur á løgtingsvalinum 1. september. Kaj Leo Holm Johannesen boðaði eftir løgtingsvalið frá, at hann leggur frá sær sum formaður í Sambandsflokkinum. Hann hevur verið formaður síðani 2004. Valfeløgini hjá Sambandsflokkinum royna at semjast um eitt valevni til formansvalið á eykalandsfundinum, sum verður næsta leygardag. Ein annar, sum verður nevndur sum formansevni, er Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, sum varð nývaldur á løgtingsvalinum 1. september. Kaj Leo Holm Johannesen boðaði eftir løgtingsvalið frá, at hann leggur frá sær sum formaður í Sambandsflokkinum. Hann hevur verið formaður síðani 2004. Tað vakti ans, tá varskógvarin, Edward Snowden, fyri tveimum árum síðani lak loynilig skjøl hjá amerikansku trygdartænastuni, NSA, til journalistin, Glenn Greenwald. Tíðindamaðurin hjá danska kringvarpinum í USA, Oliver Routhe Skov, skrivar, at netmiðilin hjá Greenwald, The Intercept, hevur fingið skjølini frá eini loyniligari keldu, sum starvast í amerikansku stjórnarumsitingini. Ein amerikanari hevur víst óvanligt dirvi, og vit fara at síggja ársins størstu søgu um trygdarpolitikk, skrivar Edward Snowden á Twitter. Loyniligu skjølini snúgva um dronuætlanina hjá amerikansku stjórnini, og hvussu dronur verða nýttar í Afganistan, Somalia og Jemen. Hetta er fyrstu ferð, at vit síggja skjøl, sum út í æsir greiða frá, hvussu fólk verða vald út at verða avrættað í øllum heiminum, sigur journalisturin, Jeremy Scahill í The Intercept. Obama, forseti, góðkennir málini, sum dronurnar skulu raka, men sambært skjølunum raka tær í níggju av tíggju førum sivilfólk og ósek. Rætta málið verður rakt bara 10. hvørju ferð. Løgtingið er í løtuni í heystfrí, og enn er eingin tingfundur ásettur. Í aðru viku verður fundur í Norðurlandaráðnum, og tá verður heldur eingin tingfundur. Fíggjarnevndin hevur ongan fund havt um fíggjarlógaruppskotið hjá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, enn, men ætlanin er at hava fund í nevndini, tá tingfundur verður aftur, upplýsir Ruth Vang, forkvinna í fíggjarnevndini. Ruth Vang sigur, á fyrsta fundinum um fíggjarlógaruppskotið verður Kristina Háfoss biðin um greiða frá, hvørja tíðarætlan landsstýrið hevur, tí í fíggjarlógaruppskotinum eru bert framskrivað tøl. Tí verður eingin verulig viðgerð fyrr enn í fíggjarnevndini og tá uppskotið kemur til 2. viðgerð í tinginum. Fíggjarnevndin hevur skipað seg við Ruth Vang í Framsókn sum forkvinnu og Bárði á Steig Nielsen í Sambandsflokkinum sum næstformanni. Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, nú Johnny í Grótinum, stjóri á Landssjúkrahúsinum, hevur víst á, at virksemið á Landssjúkrahúsinum er økt umleið 20 prosent seinastu árini, men lønarjáttanin er tann sama sum í 2011. Eitt yvirlit hjá Gjaldstovuni vísir, at í 2005 nýtti heilsuverkið 597 milliónir krónur Í fjør vórðu brúktar góðar 934 milliónir. Leysliga mett fáa tey trý sjúkrahúsini 200 milliónir krónur meira nú enn fyri tíggju árum síðani, men útreiðslurnar eru eisini hækkaðar. Stórur tørvur er á serlæknum í sjúkrahúsverkinum. Serlæknafelagið vísti fyrr í ár á, at neyðugt er at seta 47 serlænar aftrat, skal føroyska heilsuverkið verða á sama stigi sum heilsuverkið í grannalondunum, millum annað tí at 14 serlæknar fara frá fyri aldur. Johnny í Grótinum, stjóri á Landssjúkrahúsinu, hevur víst á møguleikan at hava ein pulju til serlæknar aftrat vanligu játtanini til sjúkrahúsverkið. Siri Stenberg sigur, at í løtuni verður arbeitt við einari menningarætlan fyri heilsuverki, sum skal vera klár at taka støðu til 1. apríl 2016. Miðalaldurin á føroyskum kvinnum, sum eiga fyrstu ferð, er 26,1 ár. Tað merkir, at føroyskar kvinnur í miðal eru trý ár yngri enn danskar kvinnur, tá tær eiga fyrsta barnið. Í Danmark er miðalaldurin 30,9 ár. Umhvørvisfelagsskapurin Greenpeace fegnast um amerikansku avgerðina og sigur, at næsta stigið verður at steðga allari oljuboring í Arktis. Men oljuleitingin í havinum út fyri grønlendsku strondini heldur fram. Stendur tað til Greenpeace, eigur henda leitingin eisini at halda uppat. Landsstýrismálanevndin fer týsdagin aftur at viðgera eina kæru frá einum borgara, sum ikki er nøgdur við síni eftirlønarviðurskifti. Tá kæran kom í summar, var Annika Olsen landsstýriskvinna í almannamálum. Nevndin avgreiddi ikki málið fyri ólavsøku, og tí arvaði nýggja landsstýrismálanevndin tað. Avbjóðingin hjá SEV í løtuni er fáa sum mest av óstøðuga vindinum til høldar, samstundis sum elveitingin er støðug. Tað skal millum annað gerast við nýggju battarískipanini í Húsahaga. SEV stjórin segði, at ein onnur avbjóðing er, at ov lítið av vatni og vindi er um summarið, og tí verður arbeitt við loysnum, sum kunnu goyma vindorkuna í longri tíð, til dømis við eini pumpuskipan og møguleikanum at gera vetni brint úr vatni. Hann segði, at Føroyar hava ikki møguleika at binda í størri el net og keypa orku haðani, sum til dømis Danmark, ið kann keypa el orku úr Svøríki og Týsklandi. Tí noyðast Føroyar at hava sína egnu backup skipan. Hákun Djurhuus greiddi frá grønu kósini hjá SEV, sum hevur til endamáls at gera Føroyar óheftar av olju í 2030, tá øll elorka á landi skal koma frá varandi orkukeldum, tað er vindi, vatni, sjóvarfalli og sólorku. Dómstólur í Noregi skal í mars mánaði næsta ár viðgerða kæruna frá Anders Behring Breivik, sum í 2011 drap 77 fólk í atsókn í Oslo og í Utøya. Í summar stevndi Breivik norska statinum, tí hann heldur, at umstøðurnar í fongslinum, har hann situr, eru í stríð við mannarættindi. 24. oktober verður fyrireikandi rættarfundur í rættinum í Oslo. Ein av spurningunum, sum støða skal takast til er, um Brevik sjálvur skal verða í rættinum, tá málið kemur fyri. Sambært stevningini heldur Breivik, at umstøðurnar í fongslinum eru í stríð við fleiri reglur í mannarættindasáttmálanum hjá ST, eitt nú triðja grein, sum snýr seg um forboð móti píning og ómenniskjaligari og niðurgerandi revsing. Avmarkingarnar móti honum í fongslinum eru ov strangar, serliga í sambandi við avbyrgingin frá øðrum menniskjum, sum hevur vart so leingi, sigur Storrvik. Breivik varð í 2012 dømdur 21 ára forvaring fyri at hava drigið 77 fólk í bumbuatsókn í Oslo og fyri at hava skotið fleiri persónar á summarlegu í Utøya. Føroyar skulu vera sjónligar í arktiskum høpi, og føroyskt vinnulív eigur at fáa bestu møguleikar at bjóða fram sína serfrøði og tænastur. Samgongan hevur sett sær fyri at reka ein virknan uttanríkispolitikk, og vit hava sett okkum fyri at gagnnýta møguleikarnar í arktiska samstarvinum, segði løgmaður. Aksel V. Johannesen segði, at skipaferðslan kring Føroyar er nógv vaksin seinastu árini, og bera vit okkum rætt at, eru stórir møguleikar hjá føroyskum vinnulívi og havnum at skapa arbeiðspláss og inntøkur við at veita hesum skipum tænastur. 2.000 altjóða serfrøðingar, vísindafólk, vinnulívsfólk, politikarar, fjølmiðlafólk, embætisfólk og lesandi eru á ráðstevnuni í Reykjavík. ES hevur játtað norskum og donskum granskarum 100 milliónir krónur at kanna, hví innlandsísurin í Grønlandi bráðnar so skjótt, og hvussu hitin í sjónum ávirkar bræðingina. Norsku granskararnir leita eisini eftir gróti, sum kann siga teimum, hvussu viðurskiftini vóru, tá ísurin bráðnaði fyrr. Fyri umleið 120.000 árum síðani vóru 3 4 stig lýggjari í Arktis. Tá var innlandsísurin nógv minni, og samstundis vaks havið 2 3 metrar. Undir vanligum umstøðum átti langhylurin í Vági at kostað umleið 80 85 milliónir krónur. Men Páls Høll kostaði einans 20 milliónir krónur. Rakstrarútreiðslurnar av hesum hylinum hava ongan týdning í mun til støddina á húsinum, tí at vit fáa avlopshita frá Vagsverkinum hjá SEV. Í Bíggjar kirkju verður hátíðarguðstænasta klokkan ellivu í morgun, í samband við at tað 16. oktober vóru 150 ár liðin síðani kirkjan varð vígd Jógvan Fríðriksson, biskupur, prædikar, Tórshavnar manskór fer at syngja og Katrin Jørgen spælir trompet á hátíðarguðstænastuni í kirkjuni í Bø. Hátíðarguðstænasta verður eisini á Skála, nú kirkjan í bygdini er 75 ár. Bygafólkið á Skála er í morgun boðið til morgunmat í kirkjukjallaranum, skrivar Fólkakirkjan. Kringvarpið sendir báðar hátíðarguðstænasturnar í dag. Klokkan 11 senda vit guðstænastuna í Bø í útvarpinum, og klokkan 16 senda vit guðstænastuna á Skála í sjónvarpinum. Klokkan 17 05 seinnapartin í gjár varð ringt av Kvívíkis klivjum um at grind sást út fyri Kvívík, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn. Bert ein tíma seinni fekk løgreglan aftur fráboðan um at ein grind var sædd. Klokkan 18 04 sá onkur í Fuglafirði grind, og klokkan 18 29 í gjárkvøldið sóu tey grind út fyri Skálavík. Eftir fleiri rakár eru nú ábendingar um, at lundastovnurin er betri fyri enn hann hevur verið í nógv ár, skrivar Jens Kjeld Jensen á heimasíðuni, jenskjeld.info Lundin hevur havt tað besta árið síðani 1997. Teir, sum vurpu, vurpu seint, men nógvir vurpu slettis ikki, sambært Jens Kjeld Jensen, fuglafrøðingi. Pisurnar í ár hava kortini verið seinni á veg enn vanligt er. Í Hattarvík sóust áarpisur seinast í august, og í Mykinesi sóust tær ikki fyrr enn 10. september. Fuglafrøðingar hava áður rópt varskó, og biðið myndugleikarnir traðkað til, tí veiðan ikki kundi halda fram, sum minkingin hevur verið seinastu árini. Í september 2011 royndi táverandi landsstýrismaðurin, Johan Dahl, at fáa Løgtingið at friða lundan, men tað eydnaðist ikki. Lógaruppskotið datt burtur tá løgtingsval varð fráboðað. Í Mykinesi hevur eingin lundi tó verið veiddur seinnu árini. Bygdafólkið avgjørdi á grannastevnu í juli 2012 at banna veiðu, og tað veiðibannið er eisini blivið longt síðani tá. Nýskipanirnar hava við sær, at pensjónirnar lækka, pensjónsaldurin hækkar, revsingin fyri at svika í skatti verður herd, og orkuveitingin í landinum skal liberaliserast. Grikska stjórnin vil hava eftirlitið avgreitt skjótast tilber, so bankarnir í landinum verða endurfíggjaðir, og farast kann undir samráðingar um at gjalda risastóru skuldina aftur Tingið skal avgreiða tilsamans 48 lógaruppskot, og higartil hava ikki verið trupulleikar hjá Tsipras, forsætisráðharra, at fáa nýskipanirnar gjøgnum tingið. Tær gerast alsamt færri. Fosturtøkurnar, sum føroyskar kvinnur fáa á teimum føroysku sjúkrahúsunum, vísir nýggjasta heilsulýsingin hjá landslæknanum. Fyri 15 árum síðani fingu 49 kvinnur í Føroyum framt fosturtøku. Í 2014 var talið minkað niður í 30 kvinnur, sambært nýggjastu heilsulýsingini hjá landslæknanum Færri og færri kvinnur í aldursbólkinum 25 29 ár hava seinastu fimm árini fingið framt fosturtøkur, vísa tølini í nýggjastu heilsulýsingini hjá landslæknanum. Í fjør fekk eingin kvinna í aldursbólkinum 45 49 ár framt fosturtøku. Heldur ikki í 2013 ella í 2012 fekk nøkur kvinna í aldursbólkinum 45 49 ár framt fosturtøku. Fá yvirlit yvir fosturtøkur í Føroyum skift á aldursbólkar í yvirlitinum omanfyri. Vel og skift millum aldursbólkar ovast til vinstru í grafinum omanfyri her. Skaðin, sum royking hevur á heilsuna, hava vit vita um leingi, men hvussu sigarettir og sigarettfiltur ávirka umhvørvið, vita vit hinvegin lítið um. Granskarar hava nú fyri fyrstu ferð kannað, hvørja ávirkan sigarettfiltur og eiturevni og mikrofibur, sum eru í sigarettfiltrunum, hava á lívið í havninum. Royndir eru gjørdar við ormveruni, havbustorminum. Ormveran er 15 semtimetrar long og heldur til á havsins botni, har hon grevur seg niður í sandbotn. Í kanningini varð ormveran í sjógvi útsett fyri evnum frá brúktum sigarettfiltrum, har konsentrartiónin var 60 ferðir lægri, enn hon vanliga er. Úrslitið vísir, at ormveran brúkti nógv longri tíð at grava seg niður í sandbotnin og misti meira enn 30 prosent av síni kropsvekt. Harumframt fekk helvtin av ormverunum skaða á DNA ið, samanborið við ormverur, sum vóru í ó ávirkaðum umhvørvi, sigur Kevin Thomas, ið er vatn og havgranskari við norska instituttið NIVA. Brúkt sigarettfiltur kunnu skaða umhvørvi upp á fleiri mátar. Tey kunnu innihalda eiturevni, eitt nú tungmetal, nikotin og krabbameinselvandi evni, til sjógvurin upploysir filtrið og breiðir evnini út. Bitlarnir, mikrofiprið bioplast, og tilhoyrandi umhvørviseitur, verða liggjandi í havinum og kunnu áhaldandi leka kemikaliu í upp til 10 ár. Støðin verður upp við Stangavegin í Klaksvík, og tveir bilar kunnu løða í senn. Í mun til stødd á bili og battaríi verður talan um skjóta løðistøð. Skrásetingargjaldið er 50 prosent av fyrstu 100.000 krónunum á fakturavirðinum, og síðani 75 prosent av tí, sum er omanfyri 100.000 krónur. Sambært lógini, er ikki loyvt at brúka vald í sambandi við viðgerð av sjúklingum, sum ikki sjálvir eru førir fyri at taka støðu til egna heilsu. Sostatt verða læknar og heilsustarvsfólk ofta sett í eina støðu, har tey skulu velja millum at bróta lógina ella lata eitt menniskja líða ella í ringasta føri lata sjúklingin doyggja. Tað hendi einaferð hon var á vakt, og skuldi viðgerða ein menningartarnaðan ungan mann, sum ikki dugdi at tosa, men sum hevði krabbamein, sum kravdi viðgerð. Hol er í heilsulógini og sostatt mugu heilsurøktarstarvsfólk bara viðgerða, um sjúklingurin loyvir tí. Men tað er ikki altíð møguleiki fyri tí, tá talan er um ávísar bólkar av sjúklingum, so sum menningartarnað og dement. Bara um talan er um akuttar lívhóttandi støður er loyvt at brúka vald og taka sjúklingin av ræði. Men í hesum føri var talan ikki um akutta neyð. Hann skuldi hava kemo viðgerð einaferð um mánaðin fyri at yvirliva. Sigrun Wardum er forkvinna í Javna og er sjálv mamma at menningartarnaðum drongi. Hon kennir ikki dømi sum hetta her í Føroyum. Men hjá henni er eingin ivi um sjálvavgerðarrættin hjá menningartarnaðum. Grønlendskur tónleikurin frá níti árini skal sýnast fram, tað sigur grønlendska tjóðarsavnið, sum nú savnar inn alt frá kassettubondum, fløgum og ljóðupptøkum, til myndir og plakatir av grønlendskum tónleikabólkum í níti árunum. Sum er, hevur savnið tónleik frá 50 árunum og frameftir, og nú er stundin komin til meiri modernaðan tónleik frá níti árunum. Savnið hevur áhuga fyri bæði stóru, og serliga minnu grønlendsku tónleikabólkunum. Framsýningin hjá okkum hevur eitt hol tá vit koma til 1990 ini, og neyðugt er at seta størri leiting í verk fyri at fáa tilfar inn, áðrenn fólk tveita tað burtur, sigur Bo Albrektsen frá grønlendska tjóðarsavninum við knr.gl. Hetta er aðru ferð, at savnið heitir á fólk um at lata lutir, og savnið hevur higartil ikki fingið nógv inn, sigur Joelle Didde Jelsted, samskipari á grønlendska tjóðsavninum. Addyi er upprunaliga framleitt sum anti depressivur heilivágur, sum ávirkar heilan við at leysgeva evni, sum til dømis dopamin, sum kann geva kenslu av vælveru. Marianna Geirsdóttir Eystberg skeyt 14 av 23 málum fyri Kyndil, men tó so heldur Bára Hansen at Kyndil hevði trupult við at skora mál í sigrinum á Stjørnuni. Pál Joensen og øll avvarandi av Pál høll eru errin, og Pál Joensen gleðir at venja í fyrsta føroyska langhylinum, tá hann skal venja til OL í Rio í summar. Og Marna Egholm er okkara næstbesta ítróttarfólk. Tað staðfestir Hallur Holm, viðmerkjari og rennari, nú Marna gjørdi bart í Berlin maraton í september. Hon bleiv nummar 36 av omanfyri 10.000 elitu rennara kvinnum, men tíðin var trupul at staðfesta. Marna hevði gloymt cippið, sum skal í skógvin, og allan teinin visti hon at hetta møguliga var til fánýtis. Marna Egholm tók átta minuttir og 45 sekund av sínum persónliga meti, men tók eisini góðar seks minuttir av føroyska metinum hjá Valborg Heinesen. Hon er okkara fremsta ítróttarfólk í frælsum ítrótti, og besta føroyska ítróttarfólkið aftaná Pál Joensen. Soleiðis sigur Hallur Holm, ið sjálvur rennur, skrivar fyri heimasíðuna og fylgir gjølla við føroyskari renning. Hann grundar hetta á at Marna Egholm er ein nýggur rennari. Hon hevur bert runnið í umleið tvey ár, og tó hevur fingið sera góðar tíðir, sum nú teljast millum elitutíðir fyri kvinnur. Marna skal við til OL í 2020 OL í 2020 er ikki ómøguligt heldur Hallur Holm, sum lýsti rennaran, Marnu Egholm í ítróttartíðindunum sunnudagin. Hon skal renna eitt maraton sjey minuttir skjótari fyri at klára kravtíðirnar til OL. Og uppá eitt ár hevur hon runnið teinin næstan níggju minuttir skjótari, so tí er tað púra eyðsæð at hon klárar kravtíðina til OL 2020. Hoyr Hall Holm greiða frá avrikinum hjá Marnu Egholm og um cippið, sum mundi spilt mjólkina. Tey bæði Katrin Sigurpálsdóttir Kamban og Jákup Pauli Breckmann kjakast um kjakmentanina millum ung í dag. Skal hjúnarbandslógin broytast ella ikki Lurta eftir brotinum omanfyri, og hoyr hvussu Katrin og Jákup Pauli svara tí spurninginum. List kann vera nógv, og onkuntíð er ikki til at vita, um ávis ting koma undir at vera list ella ikki. Tey í panelinum siga sína meining um list. Magni Laksafoss er innstillaður til sessin sum næstformaður, kunnger Sambandsflokkurin. Leingi hevur verið sannlíkt, at Bárður á Steig Nielsen skuldi taka við eftir Kaj Leo Holm Johannesen. Tá Bárður gjørdist næstformaður floksins í vár, vóru fá, sum ivaðust í, at hann bleiv formaður fyrr ella seinni. Men hesa seinastu tíðina hevur ljóðað, at uppskot eisini fóru at koma um aðrar enn næstformannin. Nývaldi tingmaðurin í Runavík, Magnus Rasmussen, borgarstjóri, segði, at varð hann biðin, so tók hann av. Magni Laksafoss, sum er komin aftur í politikk, er eisini nevndur sum formaður Sambandsfloksins. Tveir dagar eftir løgtingsvalið 1. september boðaði Kaj Leo Holm Johannesen frá, at hann leggur frá sær sum formaður Sambandsfloksins. Hann hevur verið formaður síðani 2004. Bárður á Steig Nielsen var landsstýrismaður í fíggjarmálum frá 2004 til 2007, tá hann fór úr politikki fyri at fara í stjórastarv í vinnulívinum. Í hinum Norðurlondunum verður heldur ikki meira enn onnurhvør arbeiðsvanlukka fráboðað, men hugsast kann, at talið er størri í Føroyum, tí sera fáar psykiskar arbeiðsvanlukkur verða fráboðaðar í Føroyum. Høgtølini hjá Arbeiðseftirlitinum vísa, at í heilsu og røkt vórðu 72 arbeiðsvanlukkur fráboðaðar í 2014. Men í byggi og timburídnaðinum, har nógvir menn vanliga arbeiða, vóru bara 14 arbeiðsvanlukkur fráboðaðar í 2014. Leivur Persson sigur, at tær stóru fyritøkurnar í byggi og timburíðnaðinum vanliga duga væl at boða frá arbeiðsvanlukkum, men hugsast kann, at lutfalsliga fáar arbeiðsvanlukkur verða fráboðaðar í teimum smáu fyritøkunum. Næmingar úr 6.E í Skúlanum á Fløtum gera útvarp. Hesuferð er tað vælkenda sendingin Við Tóra á túri, men verturin er Tóki, so sendingin eitur í dag Við Tóka á Túri. Leiðin gongur til Kaldbaks. Her verður vitjað í skúlanum, har næmingar syngja og greiða frá. Eisini greiðir Mona á Bøgarði frá. Í eitt ár, frá 1. juli í fjør til 1. juli í ár, komu 616 løntakarar afturat í Føroyum. Vøksturin er hálvt triðja prosent, upplýsir Hagstovan. Heilsuverkið er á einum vegamóti, tí játtanin samsvarar ikki við veruliga tørvin, og trot er á serlæknum á fleiri økjum. Tað segði Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum fríggjadagin, og tekur sostatt undir við tí, sum stjórin á Landssjúkrahúsinum hevur sagt. Í løtuni eru avbjóðingarnar stórar serliga á ortopedkirurgiska økinum, sigur Johnny í Grótinum, stjóri. Landssjúkrahúsið setti fyri trimum vikum síðan ein serlækna í ortopedi aftur í starv, sum var farin frá fyri aldur. Landssjúkrahúsið søkir í løtuni eftir einum røntgenlækna, tí herfyri segði ein røntgenlækni seg úr starvi. Haraftrat er lýsing í bløðunum eftir serlækna í radiologi at taka sær av screening fyri bróstkrabba. Ein kunngerð um skjøl og upplýsingar, sum skjalprógva upprunavirðið á innfluttum, brúktum motorakfari, kom í gildi herfyri. Kunngerðin hevur heimild í einari broyting í lógini um skrásetingargjald. Lógarbroytingin varð gjørd í vár. Akstovan skal hava at vita, hvussu nógv innfluttir brúktir bilar kostaðu, tá teir vóru nýggir. Hetta skal gerast við váttan frá bilverksmiðjuni. Ber tað ikki til, krevur Akstovan í staðin fyri, at upprunavirðið verður skjalprógvað við listaprísinum uttan avgjøld og við allari eykaútgerð frá søluumboði, sum bilframleiðarin hevur góðkent. Á myndini sæst leiðin, sum Pól Sundskarð rann. Veðrið var av tí allar fagrasta hesa náttina, og tað var ein stórsligin náttúruuppliving, sigur hann. Tey bæði størstu oljufeløgini, sum virka olju í bretska partinum av Norðsjónum, EnQuest og Premier Oil, boða nú frá, at eini 10.000 fólk afturat væntandi mugu sigast úr starvi í næstum. Grundin er, at oljuprísurin verður væntandi leingi líka lágur, sum hann er í løtuni. Í fjør vórðu 5500 fólk søgd úr starvi í Norðsjónum, 15 prosent av øllum størvunum í økinum. Nú boða feløgini frá, at talið kann gerast trífalt so stórt. Stjórin í Premier Oil, Tony Durrant, sigur við Financial Times, at vinnan hevur ikki dugað nóg væl at tillaga seg, og tí verður støðan væntandi uppaftur verri. Bretski parturin av Norðsjónum er eitt av dýrastu støðum at framleiða olju, tí lønirnar eru lutfalsliga høgar og oljugoymslurnar smáar. Tí noyðast feløgini at brúka lutfalsliga nógvar pengar at bora eftir tí oljuni, sum er eftir á leiðini. Fríggjadagin var sambært ferðslulógini aftur loyvt at koyra við píkadekkum. Meiningarnar eru nógvar um tað er neyðugt at koyra við píkadekkum í føroyum. Píkadekkini eru ætlað koyring í gleri, og tá koyrt verður á asfalti, so slítast píkarnir av. Arbeiðsmarknaðinum trýtur arbeiðsorku, samstundis sum at fleiri fólk við menningartarni ikki hava nakað starv, og at vardu verkstøðini hjá Almannaverkinum tróta pláss í mun til eftirspurningin. Eitt týdningarmikið lið, tá vit tosa um at fáa fólk við skerdum førleika út á arbeiðsmarknaðin, er lógin um arbeiðsfremjandi tiltøk. Henda lóg stuðlar undir at fáa fólk í starv, ið annars kunnu hava trupult við at hava tilknýti til arbeiðsmarknaðin. Øll kunnu sjálvandi googla Gdansk og so lesa eitt sindur um tað, men eg vænti, at tiltakið kann geva meira enn bert faktuella vitan, sigur Kinga. Fólk fáa møguleika fyri at sita andlit til andlit við póllendingar, sum fegnir fortelja og svara spurningum um landið og mentanina. Hetta kann eisini vera gevandi fyri fólk, ið onkursvegna hava okkurt við póllendingar at gera, tí tey kunnu sikkurt skilja okkum betri, sigur Kinga. Tað ber til at taka psykoterapeutiska grundútbúgvingina í Føroyum, og síðan at fara uttanlands at taka yvirútbúgvingina, sigur Mary á Argjaboða, sum byrjar nýtt skeið í dag. Les meira her Hetta vóru skelkandi boð fyri okkum, sigur Barbara Rubeksen, sum heldur, at bøtt eigur at verða um CTD kunningina. Tilmælið frá heilsumyndugleikunum er, at øll skulu fara og lata seg kanna fyri CTD, tí tað ber ikki til at síggja, um ein ber sjúkuna ella ikki. Bárður á Steig Nielsen, fer at leggja eina meira liberala kós, tá tað kemur til fiskivinnuna og uppboðssølu, heldur Árni Gregersen, politiskur viðmerkjari. Fleiri møguleikar vóru, tá Sambandsflokkurin skuldi velja nýggjan formann. Tað er eingin loyna at komandi formaðurin Bárður á Steig Nielsen, hevur havt mótstøðu í flokkinum. Men hví fall valið á Bárð Nielsen og hvat merkir tað fyri politisku kósina hjá Sambandsflokkinum Hoyr samrøðuna við Árna Gregersen, politiskan viðmerkjara. Avgerðin er tikin, eftir at Bygningsstyrelsen spurdi seg fyri hjá kommununi um at keypa bygningin til endamálið, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri. Tórshavnar kommuna keypti í fjør báðar bygningarnar hjá BankNordik í høvuðstaðnum, tí bankin fór undir at byggja nýtt høvuðssæti, sum var liðugt herfyri. Ætlanin var at nýta bygningin í miðbýnum til umsiting, men bankin vildi selja báðar bygningarnar saman, og tí gjørdi kommunan av at keypa báðar bygningarnar. Eftir at býráðið hevði gjørt avtalu um at keypa bygningarnar, spurdi løgreglan seg fyri um at keypa bygningin í Húsagøtu til politistøð. Tær samráðingarnar endaðu við, at kommunan tók avgerð um at selja bygningin. Endaligur prísur er ikki avtalaður, men kommunan skal haldast skuldarfrí, og tí vil kommunan hava minst 42 milliónir krónur fyri bygningin, sigur Heðin Mortensen. Bygningsstyrelsen hevur ætlanir um at byggja út í Húsagøtu, og tí er neyðugt at keypa eitt øki frá MRCC, sum Fiskimálaráðið varar av. Økið er 1500 fermetrar til støddar. Rógvi Reinert, aðalstjóri í Fiskimálaráðnum sigur, at Fiskimálaráðið hevur spurt seg fyri hjá serfrøðingum, og teir mæla til at selja økið fyri 8 milliónir krónur Aðrar treytir er eisini settar, millum annað skal ein lítil goymslubygningur hjá MRCC takast burtur, og hann skal byggjast aftur á øðrum øki. Ein ætlað útbygging av MRCC, sum varð gjørd í 2007, men sum ongantíð gjørdist veruleiki, skal ikki darvast av ætlanunum hjá løgregluni. Talan er um at byggja eina hædd omaná bygningin hjá MRCC, sigur Rógvi Reinert. Fiskimálaráðið hevur sent tilfarið og prísin til Bygningsstyrelsen, sum nú viðgerð málið, og skal síðani svara Fiskimálaráðnum aftur. Ein stórur føroyskur gongubólkur í Keypmannahavn gongur langar túrar hvønn leygarmorgun, heilt upp í 25 kilometrar. Arne Vatnhamar byrjaði gongubólkin, tá hann vandi til túrin niðan á Mount Everest. Í gongubólkinum eru bæði kvinnur og menn. Í sendingini hitta vit Gunn Danielsen, Vivian Sundstein og Elisabeth Kruse. Tær eru ógviliga glaðar fyri gongubólkin, sum hevur skapt eitt gott samanhald millum gongufólkið. Marjun Lamhauge er ein av vetrarsvimjarunum á Helgolandi. Hon er so mikið nýggj har, at enn hevur sjógvurin ikki verið frystur, men tað gleðir hon seg til at royna. Vanliga svimur hon einar tríggjar ella fýra ferðir um vikuna á sjónum, og hon sigur, at tað er balsam fyri bæði sál og likam. Tað er ein gamal dreymur at eiga ein seglbát, og fyri tveimum árum síðani keypti Bogi Mouritsen úr Havn fyrsta seglbátin, og vit vitja umborð hjá honum í Sydhavnini. Bogi leitar nú eftir einum størri báti, og hann ætlar sær at sigla til Føroya. Hann hevur siglt nógv saman við vinmanninum Jacob Beck, sum hevur verið hollur í ráðum. Ungi havnarmaðurin Øssur Debes Eiriksfoss hevur vunnið nógv heiðursmerki á Oyggjaleikunum, bæði í fimleiki og í frælsari ítrótt. Nú lesur hann ítrótt á lærdum háskúla í Keypmannahavn, og í frítíðini klintrar hann nógv í einari stórari klintrihøll á Amager. Men størstur er áhugin at klintra í bjørgum og homrum í Føroyum, og saman við øðrum hevur hann verið tríggjar túrar í Svøríki og klintrað. Randi Martin, ið er ættað av Tvøroyri, hevur havt kolonihavahús í Kløverparkini á Amager í nærum 20 ár. Her býr hon vanliga frá apríl til oktober, og her dámar henni ógviliga væl. Lívið í kolonihavahúsinum gevur henni eisini íblástur til arbeiðið við list. Børn gera Also og tey seta tríggjar viðkomandi spurningar. Døgg úr Dímun er vertur. Í panelinum sita Kristianna Skarpheðinsdóttir Joensen, Ólavur í Skála og Sigrid Finnsdóttir Hansen. Ludvík Heðinson er upplesari Børn gera Also og tey seta tríggjar viðkomandi spurningar. Tóki Hákunarson er vertur. Í panelinum eru Miriam í Grótinum, Magnus í Niðristovu Olsen og Karin Elisabeth Berhardsdóttir Petersen Næmingar úr 6.E í Skúlanum á Fløtum gera útvarp. Hesuferð er tað sendingin við klassiskum tónleiki, sum eitur Bolero. Ludvík Heðinson vertur. Ahmet Davutoglu, forsætisráðharri, sigur samstundis, at myndugleikarnir í Moskva hava boðað turkiskum myndugleikum frá, at dronan er ikki russisk, sambært tíðindastovuni, Ritzau. Turkiski stjórnarleiðarin heldur, at sýriskar stjórnardeildir kunnu hava nýtt dronuna. Hendingin við dronuni er dømi um, at vandi kann verða, tí fleiri lond eru í sama loftrúmi. Turkisku jagaraflogførini skutu dronuna niður nærindis sýriska markinum fríggjadagin. Sambært turkiska herinum fekk dronan tríggjar ávaringar, áðrenn hon varð skotin niður. Næmingar úr 6.E í Skúlanum á Fløtum gera útvarp. Øll hesi Góðan Morgun Føroyar Anna Maria Heðinsdóttir, Solveig Kristiansdóttir, Meiken Skoubo Dalsgaard, Maibritt Tindskarð Justinusen, Bergljót Diana Augustinusesn, Bogi Petursson, Sólvá í Niðristovu Olsen og Johannes Erlendson. Tey tosa við Leu Blaaberg, sum var við í filminum Ludo. Tað er meira friðarligt at ganga í skúla úti í Dímun, heldur 12 ára gamla Døgg úr Dímun. Heðin Samuelsen heldur skjaldbøkur vera sera spennandi. Eg skulkaði ofta og fann upp á onkur skálkabrøgd saman við nøkrum øðrum dreingjum, sigur Hergeir Staksberg, sum altíð hevur havt torført við at halda seg til ávísar reglur. Í nógvum skúlum er tað soleiðis, at tú skalt vera upp á ein ávísan máta, og ert tú eitt sindur øðrvísi, ja so passar tú ikki inn í henda kassan, sum øll skulu koyrast í. Tí havi eg altíð havt tað trupult við ymiskum myndugleikum, sigur Hergeir Staksberg. Hóast Hergeir Staksberg hevði trupult við at vera í skúla og fylgja við og ístaðin gjørdi ónáðir, var tað ongantíð nakar, sum veruliga kannaði, hví hann var so. Ikki fyrr enn fyri skjótt einum ári síðani varð orsøkin funnin. Hergeir Staksberg hevur ADHD, sum er ein sálarlig neurologisk sjúka. Upptøkurnar eru úr gamla og hugnaliga bókahandlinum í Havn. Torfinnur Jákupsson hevur framleitt sjónbandalagið. Haldis Svabo Jørgensen hevur verið stílráðgevi. Unga Tjóðveldið, HUXA, Framsøkin Ung, Ung fyri Miðflokkin, Sosialistisk Ung og Unga Sambandið fara í næstum at umboða Føroyar í Norðurlendska Ungmannaráðnum, sum í ár verður í Reykjavík. Ungmannafeløgini hava gjørt uppskot um at fáa Norðurlendska Ungmannaráðið at samtykkja rætt føroyinga at drepa grind. Verður uppskotið samtykt, skal Norðurlandaráðið viðgera tað. Norðurlendska Ungmannaráðið verður í Reykjavík frá 23. 26. oktober, og øll tey føroysku ungmannafeløgini verða umboðað, uttan Unga Sjálvstýrið. Ume kommuna í Svøríki hevur gjørt av at dylja, hvar flóttafólk skulu búgva. Hetta stigið hevur kommunan tikið, tí fleiri tilburðir hava verið í seinastuni, har eldur er settur á tilhaldsstøð hjá flóttafólki. Almenna svenska sjónvarpið skrivar á heimasíðu sínari, at kommunan í Ume løtuni fyrireikar bústaðir til 150 flóttafólk, sum eftir ætlan skulu koma seinni í vikuni. Kommunan í Ume hevur av trygdarávum gjørt av ikki at upplýsa nágreiniliga, hvar flóttafólkini skulu halda til. Eldur er settur á fleiri bygningar seinastu dagarnar. Millum annað varð eldur settur á ein gamlan skúlabygning í Kungsbacka um vikuskiftið, har fólk, sum biðja um friðskjól, skuldu fáa innivist. Árliga leigan til Tórshavnar havn fyri fjórðu og fimtu hædd verður slakar 2,7 milliónir krónur Tá er roknað við 1.296 krónum fyri fermeturin. Býráðið skuldi viðgera málið um at flyta býráðíð úr miðbýnum út á Vestaru bryggju á eykabýráðsfundi í gjárkvøldið, men fundurin varð av ongum. Uppskot er eisini um at gera býráðssal ovast í saltsiloini á Vestaru bryggju. Tað arbeiðið kann vera liðugt á ólavsøku næsta ár. Tað kostar 18,3 milliónir krónur Sambært semjuni eiga Føroyar 12,6 prosent av heildarkvotuni. Greitt er, at føroyska kvotan næsta ár verður nógv minni enn í ár. Í ár er kvotan 133.000 tons. Næsta ár verður hon í ringasta føri 84.000 tons, um londini í makrelsemjuni gera, sum fiskifrøðingarnar í ICES siga. Gera londini sum í ár og leggja nakað afturat, verður føroyska kvotan 97.000 tons. Tilmælið hjá ICES um makrelin næsta ár er 667.000 tons, sum eru 36 prosent minni enn heildarkvotan er í ár. Føroyar hava eins og ES og Noreg bundið seg til at gera eftir tilmælinum hjá ICES hetta til 2018. Føroyar hava formansskapin í samráðingunum, sum vera í Clonakilty í Írlandi í dag, í morgin og hósdagin. Føroyar hava boðið Grønlandi, Íslandi og Russlandi við sum eygleiðaralond. Tað var óvæntað, at ICES mælti til at minka makrelfiskiskapin so nógv, tí í summar segði fremsti norski makrelfrøðingurin, Leif Nøttestad, at ovmikið er til av makreli, so tað ræður bara um at fiska sum mest. Men kanningarnar, sum eru gjørdar undanfarin summur, hava fingið fiskifrøðingarnar í ICES at rópa varskó, hóast stovnurin ikki er í vanda. Í føroysku sendinevndini, sum er farin til Írlands, eru umframt føroyska samráðingartoymið, umboð fyri Vørn, Felagið Nótaskip og Reiðarafelagið. Í fjør komu 21 kærur um arbeiðið hjá løggildum heilsustarvsfólki í Føroyum, verður upplýst í ársfrágreiðingini hjá landslæknanum fyri 2014. Tað er sama tal sum í 2013. Ungdómshúsið Staðið stendur aftanfyri útvarpsrásini, og ætlanin er at senda ymiskt slag av lokalum tilfari, bæði til gaman og álvara. Staðið FM var at hoyra fyri fyrstu ferð leygarkvøldið 19. november 2011. Pál Weihe, yvirlækni og professari, er formaður fyri Fólkaheilsuráðið. Hann sigur, at alt bendir á, at livialdurin framhaldandi fer at hækka. Vit roykja og drekka minni, umframt at vit gera meiri ítrótt. Fyri at bøta enn meira um útlitini fyri einum longum lívi, eiga vit at umhugsa, hvussu gerandisdaguin er skipaður. Støðug strongd er helst ein faktorur, sum stjelur liviár, sigur Pál Weihe. Arbeiðaraflokkurin, Sosialistiski Vinstriflokkurin og Umhvørvisflokkurin, sum nú hava meirilutan í býráðnum í Oslo, hava tikið hesa avgerðina. Handilsvinnan stúrir fyri, at hon fer at missa umsetning, verður ikki loyvt at parkera bilar í miðbýnum. Men nýggi meirilutin í býráðnum fer at raðfesta tey, sum súkkla, og sum eru til gongu. Hetta til 2019 skulu gerast 60 kilometrar av súkklubreyt. Tey, sum bera brek, fáa kortini undantaksloyvi at koyra bil í miðbýnum í Oslo eftir 2019. Smápartafelagið Knassar, sum fyri nøkrum árum síðani keypti Portalin frá Føroya Tele, fyri góðar fimm milliónir krónur, samstundis sum felagið eisni hevur annað virksemið, siglir í tungum sjógvi. Fíggjarliga støðan í felagnum var so vánalig tá roknskapurin varð gjørdur fyri seinasta roknskaparár, at óhefti grannskoðarin beinleiðis mælti nevndini frá at góðkenna roknskapin, og ístaðin at gera roknskapin við atliti til at virksemið skuldi halda uppat. At forskatta pensiónirnar og síðani siga, at minst 45 prosent av pensjónini skulu vera lívslong veiting, er at ognartaka skattaðan pening hjá borgaranum, sigur Eli Brimsvík, formaður í Havnar Handverkarafelag. Føroysku peningastovnarnir halda ikki, at tað er skilagott at gera eina føroyska skipan til iPad. Men annars verður NemID framvegis ikki nakað krav, tá teldan verður brúkt til netbankan. Fráboðanin hjá peningastovnunum og landsstýrinmum í mars um, at bíðað verður eftir einari føroyskari skipan, er framvegis galdandi. Hetta er galdandi fyri allar peningastovnar í Føroyum. Java skipanin, sum verður brúkt í teldum, er ikki tann sama, sum er í iPaddum. Skuldsetti maðurin játtar seg partvís sekan í hava gjørt seg inn á eina kvinnu mikunáttina, 30. september aftan fyri Sjónleikarhúsið í Havn. Maðurin noktar kortini, at talan var um neyðtøkuroynd. Maðurin hevði møguleika at kæra avgerðina um varðhaldsfongsling, men hann tók við avgerðini hjá dómaranum. Magnus Gaard, lívfrøðingur, greiðir frá áhugaverda og spennandi fundinum av Homo Naledi, ein sera gamal ættfaðir til menniskja, Homo Sapiens. Eisini verður tosað við danska professaran í evulitiónlívfrøði Eske Willerslev, um fundi av eini beinagrind undir eini gamlari kirkju í Bulgaria, sum skuldi vísa seg, at verða leivdirnar eftir einum kendum bíbilskum persóni, Jóhannes Doyparanum. Og seinast í sendingni verður tosað við fuglafrøðingin Sjúrð Hammer, sum skal halda fyrilestur á altjóða fuglaráðstevnu í Suðurafrika. Sjúrður hevur granskað umleið 10.000 fuglaegg. Egg heilt frá 1820 og til dagin í dag. Kappingareftirlitið tekur dómin hjá Føroya rætti í málinum móti Vinnukærunevndini til eftirtektar, og farið verður ikki í Landsrættin við dóminum, sigur Terje Sigurðsson, deildarleiðari. Tað vil siga, at avgerðin hjá Vinnukærunevndini um, at Kappingareftirlitið kann ikki avgera, um ein frágreiðing um umsitingargjaldið fyri føroysk realkredittlán hjá bankunum skal almannakunngerast. Eina slíka avgerð eigur Kappingarráðið. Avgerðin hjá Vinnukærunevndini stendur tí við. Frágreiðingin verður ikki almannakunngjørd. Kappingarráðið avgjørdi á fundi fyrrapartin at biðja Vinnumálaráðið broyta kappingarlógina, so sleppast kann undan ivanum um myndugleikabýtið millum Kappingareftirlitið og Kappingarráðið. Kappingareftirlitið fekk ikki Føroya rætt at døma Vinnukærunevndina at viðurkenna, at eftirlitið kann taka ávísar avgerðir sambært kappingarlógini. Føroya rættur vísti í gjár burtur sakarmálinum, sum Kappingareftirlitið fór undir fyri einum ári síðani. Kappingareftirlitið sigur, at avgerðin hjá Vinnukærunevndini broytir grundleggjandi arbeiðsbýtið millum eftirlitið og ráðið. Politistarnir í Havn eru um at missa tolið. Í 2011 varð varðhaldið, brumman tey kalla, flutt úr Havn til Klaksvíkar tá var tað ein fyribilsloysn, og fyribilsloysnin er framvegis einasta loysnin. Býráðið skal umrøða byggiskránna fyri Skúlan á Fløtum og ætlanina um at flyta umsitingina hjá kommununi úr miðbýnum í Sjóvinnuhúsið á Vestaru bryggju. Nýggi skúlin í vesturbýnum í Havn, Skúlin á Fløtum, er mettur at kosta 232 milliónir krónur Tá er meirvirðisgjaldið ikki talt við. Sambært byggiskránni, sum býráðið fer at viðgera á eykabýráðsfundinum í dag, verður skúlin 11.600 fermetrar. Møguleikar vera at byggja út til tveir flokkar afturat í sjeynda árgangi. Bygt verður í trimum stigum. Sambært tíðarætlanini skal fyrsta byggistig verða liðugt í 2018. Í 2018 flytur miðdeildin, fjórði, fimti og sætti flokkur, í nýggja skúlan, sum kemur í staðin fyri Kommunuskúlan og Venjingarskúlan. Hádeildin, sjeyndi, áttandi og níggjundi flokkur, flytur í juli 2019. Í juli 2020 skal triðja byggistig verða liðugt, og tað skal hýsa yngstu næmingunum, teimum í grunddeildini og fritíðarskúlanum. Skúlin á Fløtum verður bygdur á einum stykki, sum kommunan eigur í Marknagili. Klippfisk hevur handað Poul Michelsen, landsstýrismanni í vinnumálum álit um føroyskt filmshús. Álitið kallast Filmshúsið Føroyskur filmur á einum vegamóti. Harumframt skal Filmshúsið hava ábyrgdina av at savna allar føroyskar filmar í eitt filmsavn, so teir verða tøkir og kunnu koma øllum føroyingum til góðar. Álitið um Filmshúsið er eitt áhugavert og ítøkiligt boð uppá, hvussu vit kunnu skapa betri karmar fyri filmsvinnu, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður. Landsstýrið arbeiðir við at gera politikk fyri skapandi vinnur, herundir film, og álitið verður partur av hesum arbeiði, landsstýrismaðurin. Nú skulu allir viðkomandi partar hoyrast nærri, sigur Jóhann Lutzen. Hann sær tó fyri sær, at bæði gomul og børn kunnu fáa stóra gleði av hvørjum øðrum, um stovnarnir verða integreraðir. Tað er ein filmur á youtube, sum vísir gerandisdagin á stovni í Seattle í USA, sum hevir givið íblástur til hesar tankar. Filmurin sæst her Seinasta kanningin, sum er gjørd í Føroyum, vísir, at tað eru bert 32 av bilførarunum, sum halda hámarksferðina. Flestu bilførarar vilja hava hámarksferðina upp í 90 kilometrar t, men tað er ein skilaleys loysn, heldur Brynhild Høgnadóttir, stjóri í Ráðnum Fyri Ferðslutrygd. Fleiri lond í Evropa hava longu fingið tann fyrsta kavan í heyst. Nú er kavin eisini á veg til Føroyar, sambært nýggjastu forsøgnini hjá donsku veðurstovuni. Um vikuskiftið fer hitin at fella so mikið, at vit kunnu vænta okkum vátasletting sunnunáttina, sambært nýggjastu fimm daga forsøgnini hjá DMI. Vátaslettingur verður eisini mánanáttina, sambært forsøgnini hjá donsku veðurstovuni. Bæði leygardagin og sunnudagin verðir hitin um tvey til fimm stig. Mánadagin fellir hitin enn meira, og tá verður eisini møguleiki fyri at fyrsti kavin í heyst kemur niður, sigur danska veðurstovan. Mánadagin verður hitin um dagin tvey til fimm stig. Týsnáttina fellir hitin nakað, og verður tá millum frostmarkið og trý hitastig. Punkt eitur nýggja tiltakið, sum Niels Uni Dam og Henning Nicodemussen, tónleikarar, skipa fyri í Reinsarínum í Havn leygardagin. Tónleikarar fáa høvið at sýna fram áhugaverdar lutir, sum hava okkurt við tónleik at gera. Finnur Koba hitti teir báðar til eitt prát um tiltakið og gamlar tónleikadagar. Fólk, sum ikki góðtaka, at skúlarnir í Hósvík, Hvalvík, Haldórsvík, við Norðskála, á Oyri og Felagsskúlin á Oyrarbakka verða lagdir niður næsta summar, kunnu biðja um fólkaatkvøðu um avgerðina hjá býráðnum í Sunda kommunu um nýggjan skúlabygnað í kommununi. Frá næsta skúlaári verður bara ein fólkaskúli í Sunda kommunu, og hann verður í nýggja Skúlanum við Streymin. Tað kunnger Sunda kommuna í dag. Í minsta lagi 30 prosent av veljarunum í einum skúlaumdømi kunnu krevja fólkaatkvøðu um avgerðina at leggja skúlan niður. Tað skal gerast í seinasta lagi um ein mánað. Ein arbeiðsbólkur undir EASA kom í summar við tilmælum um, at nýggir flogskiparar verða sálarliga kannaðir, og at ein dátugrunnur verður skipaður við upplýsingum um, hvønn heilivág flogskipararnir taka. Í mars læsti ungi stýrimaðurin, Andreas Lubitz, seg inni í stýrihúsinum á einum flogfari hjá týska flogfelagnum Germanwings og rendi tað við vilja niður í Alpurnar. Øll 150 fólkini, sum vóru í flogfarinum, doyðu. Seinni er komið undan kavi, at Andreas Lubitz var sjúkur av tunglyndi, og at hann hevði dult sjúkuna fyri arbeiðsgevaranum. EASA sigur, at dátugrunnurin skal gera tað lættari at fáa hendur á medisinskum upplýsingum, men tó skal privatlívið hjá flogskiparum virðast. Men tað verður ikki sum at siga tað at skipa ein slíkan dátugrunn, tí persónsupplýsingarlógirnar í londunum, sum eru limir í EASA, eru so ymiskar. Í vár varð ein kanning gjørd, sum vísti, at 13 prosent av spurdu næmingunum verða happaðir. Mentamálaráðið hevur í hesum sambandi sett dagsins kunningartiltak á skrá fyri at varpa ljós á happing í fólkaskúlunum. 12. og 13. november skipar Mentamálaráðið fyri eini ráðstevnu fyri fólkaskúlalærarar, har dentur verður lagdur á nýggja vitan um happing, og hvussu happing eigur at verða handfarin. Rættarfundur er í løtuni, og maðurin er ákærdur fyri at hava flutt kvinnuni, hann tá búði saman við, og sum var reingerðarfólk, 86.000 krónur ov nógv í løn frá mai 2012 til desember 2013. Við frítíðarløn og øllum gjøldum er samlaða upphæddin 109.000 krónur. Kvinnan hevur eftir avtalu við Tórshavnar kommunu goldið 60.000 krónur aftur, og maðurin er kravdur eftir restini, 49.000 krónur. Maðurin noktar seg sekan, tí hann sigur, at einki er skjalprógvað. Útvarpið skilir, at ákæruvaldið fer at krevja treytaðan dóm og samfelagstænastu. Kvinnan, sum fekk lønina, varð eisini skuldsett fyri at hava verið í heimildarsvikinum, men skuldsetingin móti kvinnuni varð tikin aftur. Mítt besta boð er, at arbeiðið verður liðugt til skúlabyrjan á sumri í 2017, sigur Høgni Lauritsen, stjóri í TG Verki. Hann hevur somuleiðis trupult at fáa eyga á, hvat skal sparast burtur fyri at halda játtanina á 515 milliónir krónur. Millum stóru óvissurnar eru umfatandi sáttmálar um innrætting og múraraarbeiði, sum framvegis ikki eru undirskrivaðir. Marknagilsdepilin er evnið í Radaranum seinnapartin. Við í sendingini er eisini Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki. Radarin er á skránni eftir tíðindini klokkan 17. Útlendingastovan hevur nú sett ein integratións samskipara, og tað er eitt stig á leiðini. Men vit eiga eisini at fáa eina integratiónslóg, sigur Ivan Niclasen, sum hevur skrivað serritgerð í integratión. Umleið 1.200 útlendingar búgva í Føroyum. Integratiónsálitið, sum varð gjørt í 2011, mælir eisini til at seta krøv til útlendingar um at læra føroyskt mál, og í hesum sambandi at skipa fyri miðvísari undirvísing í føroyskum. 14. august í ár kostaði ein litur av bensini í Føroyum 9,29 krónur. Umleið tveir mánaðir seinni, fyrradagin 19. oktober, lækkaði prísurin aftur. Nú kostar ein litur av bensini 8,66 krónur. Prísurin er lækkaður átta ferðir hetta tíðarskeiðið. Diesel er eisini vorðið bíligari. 14. august kostaði ein litur av diesel 7,49. Fyrradagin, 19. oktober, lækkaði prísurin fyri diesel niður í 7,06 fyri liturin. Prísurin fyri húsarhaldsolju er eisini lækkaður. 14. august kostaðu 1.000 litrar av húsarhaldsolju 6.338 krónur. Nú kosta 1.000 litrar 5.875 krónur sambært teimum báðum oljufeløgunum. Seinastu tveir mánaðirnar hevur miðalprísurin fyri bensinið verið 8,59 krónur, fyri diesel 7,20 og miðalprísurin fyri húsarhaldsolju hevur verið 6.091 krónur fyri 1.000 litrar. Seinastu tveir mánaðirnar er bensinið blivið 62 oyru bíligari meðan diesel er blivið 43 oyru bíligari, sambært nýggjum yvirliti hjá Effo og Magn. Eldur var komin í ein ella tveir teldlar, sum stóðu á einum køksborði og løddu. Hitin frá teldlunum hevur verið so mikið nógvur, at eldur var komin í pappír, sum lógu á borðinum og eldur kom eisini í borðplátuna. Tvær smágentur vóru inni, og tær boðu frá eldinum. Sløkkiliðið í Skálavík kom á staðið og tveitti teldlarnar á dyrð og sløkti eldin, sigur Kristian Dahl, vaktleiðari á politistøðini í Havn. Býráðið samtykti í gjár tilmæli frá meirilutanum í Fíggjarnevndini um at brúka hálva fjórðu millión av íløgukarminum hjá Tórshavnar havn í 2015 til at leggja dekk í saltsiloina. Í samtyktini stendur, at soleiðis verður møguleikin fyri framtíðar virksemi ovast í bygninginum tryggjaður. Býráðslimirnir hjá Tjóðveldi atkvøddu ímóti. Lukas Graham spælir ikki nógv í heimlandinum, Danmark, í hesum døgum. Fokus er á Evropa og USA, har bólkurin ætlandi í næstum fer at geva sína fyrstu stakfløgu út. Forkvinnan, Ruth Vang, hevur løgtingið og løgmansfyrisitingina, Bárður á Steig Nielsen hevur fíggjarmálini og Pauli Trond Petersen fiskivinnumálini. Helena Dam á Neystabø mentamál, uttanríkismál og vinnummál, Jacob Vestergaard hevur heilsumál og innlendismál, Bill Justinussen almannamál og Kristin Michelsen hevur samferðslumál. Á fundinum hjá Fíggjarnevndini í gjár vóru Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, Bjarni Askham Bjarnason, aðalstjóri, og Atli Leo, ráðgevi í Fíggjarmálaráðnum. Annars hendir framvegis lítið í løgtinginum, tí eingi lógaruppskot koma. Tingfundur verður tó í morgin, tí tá skal Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í kommunumálum, svara skrivligum fyrispurningi frá Kári P. Højgaard, løgtingsmanni í Nýggjum sjálvstýri Kári P. Højgaard spyr, um landsstýriskvinnan ætlar at broyta kommunustýrislógina, so borgarstjórar, sum eru settir fulla tíð, ikki samstundis kunnu vera í løgtinginum. Kæran kom til nevndina í juni. Nevndin avgreiddi ikki málið fyri ólavsøku ella fyri løgtingsvalið, so nýggja Landsstýrismálanevndin arvaði tað. Nevndin avgjørdi í gjár, at hon viðger ikki málið. Í starvsskipanini fyri Landsstýrismálanevndina hevur nevndin seks møguleikar fyri ikki at viðgera eina kæru. Fyrsti parturin av konsertini er violinkonsertina hjá Tchaikovsky, sum fyrireikararnir meta telist millum størstu tónleikaperlur í heiminum. Við sær hevur Føroya Symfoniorkestur fingið heimskenda violinúrmælingin Eric Silberger. Seinni partur av konsertini er onnur symfoni hjá Sibelius. Soleiðis skrivar nevndin í Føroya Symfoniorkestri um Eric Silberger Eric Silberger hevur millum annað vunnið altjóða Tchaikovsky kappingina og altjóða violinkappingina hjá Michael Hill. Frá the Guardian, The Washington Post og øðrum viðurkendum bløðum, hevur hann fingið allarbestu ummælir fyri sítt musikalska, tekniska, karismatiska og virtuosa spæl. Eric Silberger er sjálvur fjórða ættarlið tónleikari og byrjaði at spæla violin sum 5 ára gamal. Síðani 2005 hevur hann lisið tónleik við kenda Juilliard School hjá Glenn Dicterrow, sum er konsertmeistari við New York Philharmonic. Her frá Juilliad School hevur hann lokið Master prógv í fiólleiki. Eisini er hann lærdur innan list og stjórnmálafrøði frá Columbia University. Millum hansara lærarar eru navnframir fiólúrmælingar sum Itzak Peerlman, Pincas Zukerman, Robert Mann og Dorothy Delay. Fyrst í januar fara bygginevndin og býráðið at velja vinnaran. Byggiskráin, sum býráðið einmælt samtykti í gjár, lýsir fortreytir, námsfrøðilig viðurskifti og tøknilig viðurskifti í sambandi við byggingina. Skúlin á Fløtum verður bygdur til 850 børn. Sambært byggiskránni verður nýggi skúlin 11.600 fermetrar. Møguleikar vera at byggja út til tveir flokkar afturat í sjeynda árgangi. Bygt verður í trimum stigum. Sambært tíðarætlanini skal fyrsta byggistig verða liðugt í 2018. Tá flytur miðdeildin, fjórði, fimti og sætti flokkur, í nýggja skúlan, sum kemur í staðin fyri Kommunuskúlan og Venjingarskúlan. Hádeildin, sjeyndi, áttandi og níggjundi flokkur, flytur í juli 2019, og í juli 2020 skal triðja byggistig verða liðugt. Tað skal hýsa yngstu næmingunum, teimum í grunddeildini og frítíðarskúlanum. Høvuðsarbeiðstakarin, TG Verk, hevur rent seg í somikið stórar trupulleikar á byggiplássinum, at fyritøkan neyvan verður liðug at inniloka Marknagilsdepilin fyrr enn næsta summar. Eftir teirra tykki er tí bláoygt at halda fast um, at alt arbeiðið verður liðugt 24. november 2016, soleiðis sum Landsverk og Mentamálaráðið hava sett sum evstamark. Somuleiðis ivast høvuðsarbeiðstakarin, sum í løtuni hevur krøv fyri 45 milliónir krónur móti Landsverki, í kostnaðarætlanini. Løgtingið hevur játtað 515 milliónir krónur til Marknagilsdepilin, íroknað 60 milliónir til innbúgv. Undir lokinum prutlar ein vaksandi ósemja millum byggiharra og høvuðsarbeiðstakara, sum við størri og størri bókstavum trætast um ógoldnar rokningar og orsøkirnar til hesar. Sannlíkt enda nakrar av rokningunum í einum gerðarætti. Enn er tó ógreitt, hvussu umfatandi gerðarættarmálið verður, og hvørja ávirkan tað fær á arbeiðið í Marknagili. Radarin snýr seg hesaferð burturav um føroya størstu byggiverkætlan. Vit taka afturíaftur áralanga málið um ein felags miðnámsskúla í høvuðsstaðnum. Og vit lýsa tær avbjóðingar, sum TG Verk hevur havt og framvegis hevur av at byggja Marknagilsdepilin. Sum byggiharri hevur Landsverk evstu ábyrgdina av byggingini. Ewald Kjølbro er gestur í útvarpsstovuni síðst í sendingini. Møgulleiki at kanna hvussu víni er, sum tú ætlar at keypa afturvið ein góðum døgurða, gerst betri og betri. Um tú hevur eina snildfon og hevur appina VIVINO, so ber alt hetta væl til. Tað er Heini Zachariassen, sum, saman við Theirs Søndergaard, hevur ment appina vivino. Tað sást aftur á lutfallinum av grønari orku hjá SEV, og seinasta árið er tað fleiri ferðir komið fyri, at øll orkan hjá SEV er komin frá varandi orkukeldum, skrivar SEV í tíðindaskrivi. Vindmyllulundin í Húsahaga hevur síðani níggjunda oktober fjør framleitt 34 GWt av elorku. Tað svarar til umleið 11 prosent av orkutørvinum hjá SEV. Verður hetta umroknað til húsarhald, so svarar tað til grøna orku til umleið 7000 húsarhald seinasta árið. Men sjálvar vindmyllurnar eru einans fyrsta stigið. Fyrst í komandi ári verður battarískipan sett upp, sum skal javna orkuna úr vindinum út á elnetið, so uppaftur meira grøn orka fæst inn á netið hjá SEV. Myndugleiki vantar og alt ov nógv vísa ikki rættan hugburð. Upplýsing, kunning og skelting kann bøta um støðuna saman við eini lóg og fyrisiting. Brot eru úr Junkarans Streingjum, Margretu vísu, Runsivalsstríðnum, Spanialand og Myklegaard, Stríðnum á Húnalandi, Stærke Tidrik, Trøllunum á Hornalondum, Vilmundskvæðnum, lebrandsvísu og Lorvíkspálli Einkarsølan kann varðveitast fyri tað, sigur Johannes Jensen, sum er stjóri í samtakinum hjá Hotel Føroyum. Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, segði við útvarpið í vikuni, at hann vil fegin hava, at innkeypsskipanin hjá matstovunum í Føroyum verður broytt. Allar súðir er kortini ikki syftar enn, og tað viðurkennir landsstýrismaðurin í vinnumálum, Poul Michelsen, eisini. Bankin ætlaði at byggja út, 600 fermetrar í trimum hæddum, og gera bilpláss til 90 bilar. Fiskimálaráðið var sinnað at selja, men við teirri treyt, at útbyggingin ikki forðaði fyri, at grannin, Sjóbjargingarstøðin, eisini kann byggja út. Tað sæst í brævaskifti, sum Útvarpið hevur fingið innlit í. Útbyggingin hjá BankNordik varð tó av ongum. Bygningurin í Húsagøtu varð í fjør seldur Tórshavnar kommunu, og BankNordik bygdi nýtt høvuðssæti í Havn. Nú ætlar danska Bygningsstyrelsen so at keypa bygningin í Húsagøtu frá kommununi til politistøð. Og Bygningsstyrelsen hevur eisini brúk fyri lendinum hjá Fiskimálaráðnum norðanfyri. Fiskimálaráðið er sinnað at selja 1500 fermetrar fyri átta milliónir krónur. Men lendið hjá Fiskimálaráðnum er framvegis við, tá bankin og landsstýrið á vári í 2013 tingaðust um tríggjar bygningar hjá BankNordik í miðbýnum í Havn, sum landið ætlaði at keypa. Landið skuldi keypa bankan og grannabygningarnar, har sum handilin Guðrun og Guðrun er og Skyn var, fyri 51 milliónir krónur Tann handilin varð tó av ongum, tí Tórshavnar kommuna keypti bankan í miðbýnum. Eisini tosa vit við Berg Djurhuus Hansen um skaldsøguna Hinumegin er mars eftir Sólrun Michelsen, og saman við Honnu Jensen, ið er forkvinna í løgtingsins mentanarnevnd, vitja vit á Listasavni Føroya. 12. sep. 2015 var tiltakið hjá átakinum Hvussu kunnu vit hjálpa hildið í Norðurlandahúsinum. Seks fyrilestrar vóru hildnir, tvey sjónbond víst, og umboð fyri politisku flokkarnar greiddu frá sínum sjónarmiðum. Omanfyri sært tú sjónband, har Heini í Skorini heldur fyrilesturin Hví koma flóttafólkini til Evropa . Ávís hagtøl broytast hvørja viku og skulu tí takast við fyrivarni. Átakið Hvussu kunnu vit hjálpa hevur gjørt av at deila øll innsløgini, sum vóru til hetta tiltakið, við okkum øll. Fyrilesturin hjá Heina í Skorini er fyrsta innslagið í røðini. Hetta er ein tann álvarsamasta hendingin í svenskari søgu. Tað sigur Thomas Fuxborg, talsmaður hjá svensku løgregluni, eftir atsóknina at einum svenskum skúla í býnum Trollh ttan fyrrapartin. Nú er staðfest, at atsóknin hevur kravt tvey mannalív. Tá løgreglan varð boðsend í morgun, hevði gerningsmaðurin dripið eitt fólk. Umframt 21 ára gamla gerningsmannin, vórðu tveir næmingar, 12 og 15 ára gamlir, lagdir undir skurð, og ein lærari. Men tað er ógreitt, hvør av hesum fýra nú er deyður. Greinin heldur fram niðanfyri. Blaðið Sydsvenskan skrivar, at tað er annar av næmingunum, sum hevur latið lív. Thomas Fuxborg, talsmaður hjá løgregluni, sigur, at løgreglan veit, hvør gerningsmaðurin er, og fer nú at gera rannsóknir, har hann býr. Sambært løgregluni trokaði 21 ára gamli maðurin seg í gekkaskorti inn á skúlan, og hann býr í Trollh ttan. Løgreglan sigur, at maðurin hevði fleiri vápn, sum líktust knívi. Hóast Kappingareftirlitið ikki fekk Føroya rætt at døma Vinnukærunevndina at viðurkenna, at eftirlitið kann taka ávísar avgerðir sambært kappingarlógini, verður dómurin ikki royndur í Landsrættinum. Men Kappingareftirlitið og Kappingarráðið broyta tó ikki mannagongdirnar, hóast Vinnukærunevndin hevur avgjørt, at heimildarbýtið sambært lógini ikki er tað, sum stovnurin sjálvur brúkar. Terje Sigurðsson, deildarleiðari í Kappingareftirlitinum, sigur tó, at fyri at sleppa undan slíkari støðu í framtíðini, verður Vinnunmálaráðið biðið um at broyta kappingarlógina. Starvsfólkini eru tó ikki farin so langt. Sambært Hilmari Eliasen, stjóra á Strandferðsluni, hava tey gjørt ein fyribils leigusáttmála við Posta, um at leiga teirra bygning, meðan skrivstovubygningurin verður umvældur. Tað eru luftkanningar inni í bygninginum, sum hava staðfest ov høg markvirði, sigur strandferðslustjórin. Strandfaraskip landsins leiga frá Vibergi Sørensen, sum eigur bygningin. Sambært Viberg Sørensen hevur ringa inniluftin samband við, at fleiri lekar hava verið, millum annað um vindeyguni, og tað verður nú umvælt. Eisini verður ein ventilasjónsskipan sett upp í bygninginum, sigur Viberg Sørensen. Hann væntar, at umvælingararbeiðið verður liðugt til jóla. Kærleiksspor er heiti á fyrstu solofløguni hjá Sofusi Hansen, í Føroyum best kendur sum Hallelujah Sofus. 6 sangir eru á fløguni, sum Jákup Zachariassen hevur lagt til rættis, og plátufelagið Tutl givið út. Í Nálareyganum royna tveir spildurnýggir sangir seg. Lívið er ein lítil løta við Halli Joensen og Eagle In the Sky við Lenu Andersen. Sild og makrelur eru tey bæði fiskasløgini, vit oftast hoyra um, tá tosað verður um uppsjóvarfisk. Hetta hava vit nógv av í føroyskum sjógvi, men ein uppsjóvarfiskur, sum vit ikki hoyra ella síggja nógv til, er silvurkalvin Oda Strøm mátti melda ein mann, ið elti hana á sosialu miðlunum Ongin stalking lóg er í gildi í Føroyum, men reglur eru, sum banna fólki at senda øðrum tilfar. Í sendingini hesa ferð frætta vit millum annað um nýggju fløguna hjá Døgg Nónsgjógv og nýggju skaldsøguna eftir Carl Jóhan Jensen. Eisini stukku vit inn á gólvið, tá nýggir luttakarir skuldu finnast til spurnarkappingina Orrustan. Tað er nevniliga so, at krøv setast til luttakarar í undirhaldssendingunum í sjónvarpi, og hetta er eisini galdandi fyri børn. Harumframt fer ein arkitektur at ummæla nýggja høvuðssætið hjá BankNordik, eins og vit hoyra um stóru Heystframsýningina, sum er á Skipasmiðjuni. Spurningarnir í dag snúgva seg um hvørt tað er í lagi, at fólk røra við búkin hjá einari konu, ið er við barn, um hví munur verður gjørdur á einsamøllum mammum og pápum, um tatoveringar til tannáringar og um eina konusystir, ið er heldur negativ. Tórshavnar Rotary er flutt inn í Perluna um vikuskiftið í samband eitt átak at savna inn pening til at keypa sonevndar Shelterboxes til vanlukkuøki. Martin Luther var ein úrmælingur. Hann var ein klókur og djarvur maður. Hann stríddist við iva, hvussu og hvar kundi hann finna ein náðigan Guð. Orðini í Rómverjarabrævinum sannførdi hann um ein góðan Guð, sum menniskjan kemur í samband við. Ikki gjøgnum gerningar ella offur, fyri at blíðka Guð, men við tómum hondum, so sum tú ert. Vit hoyra 1. part av bókini Og Mamma Elin á Rógvi hevur skrivað og hon lesur fyri okkum. Og Mamma er ein stuttlig bók um ein hana í reyðum smekkubuksum. Vit hitta ommuna, abban, hundin Leika og dreingirnar Viggo og Paula. Fyri einum ári síðani vann Elin á Rógvi barnamentanarvirðisløn M.A. Jacobsen og nú er bókin tilnevnd til mentanarvirðisløn norðurlandaráðsins. Vertur er Jóhan B. Mortensen. Dánjal Tavsen gjørdi ljóðmyndina. Amariel Norðoy og Kim Larsen hava kenst í mong ár, og eisini hevur Amariel privatar upptøkur, har teir syngja og spæla sangir, sum ikki hava verið frammi áður. Marius Rein var útvarpsteknikari í 25 ár, og onnur 25 ár starvaðist hann á tí nýstovnaðu løgtingsskrivstovuni. Hann er havnarmaður í allar ættir. Pápin var vrakarin Jens Pauli Rein, sonur Bebbu av Tórgarði og skiparan Marius Rein, og mamman var Bette Turid Elisabeth , sum var einasta dóttir smiðin Tummas Arge og konuna Rasminu. Foreldrini bygdu á Abbatrøð. Har var eitt nú matvørubúðin Smæran, snikkaravirkið hjá Hartvig Hansen og Posavirkið hjá Poul Johs. Lindberg. Heidi er 18 ára gomul, býr í Kvívík, og gongur í skúla í Hoydølum. Hon greiðir í brotinum omanfyri frá, um hennara upplivingar viðvíkjandi harðskapi. Heidi skrivar eisini eina bók um evnið. Hon heldur, at harðskapur í ungum parløgum ikki er serliga nógv frammi í miðlum og samfelagnum sum heild, í dag. Tá ið Heidi royndi at finna eina um harðskap millum ung, fann hon onga, og tí valdi hon sjálv at skriva eina. Tað verður ferðsluruðuleiki um politiið flytir inn í gamla Bank Nordik bygningin. Tað halda bæði Niels Mortensen, stjóri í SMS, og Albert Isfeldt, arkitektur. Hon hevur givið tvær fløgur út í ár, spælt fleiri enn hundrað konsertir og so hevur hon gjørt og sungið eyðkennisløg til eina stóra sjónvarpsrøð hjá BBC. Um vikuskiftið hevur hon heili fimm konsertir, nú hon vitjar í Føroyum. Vit tosa sjálvandi um Eivør Pálsdóttir. Pólland hevur havt størsta vøksturin í hernaðarligu útreiðslunum seinastu 10 árini, sammett við hini NATO londini, har tey flestu hava skorið hernaðarligu játtanirnar. Hetta vísa nýggjar uppgerðir, sum svenska kringvarpið hevur frá Altjóða Friðargranskingarstovninum, Sipri. Frá 2005 til 2015 hevur Pólland økt sínar hernaðarligur útreiðslur við 68 prosentum í føstum prísum. Samstundis eru hernaðarligu útreiðslurnar minkaðar í størstu NATO londunum, sum eru USA, Frakland, Bretland, Týskland og Italia. Russland ræðir Fram um alt annað er tað leiðslan í Russlandi, sum Pólland er stúrið um. Vit hava ongantíð fyrigyklað okkum nakað um Russland. Tá Vladimir Putin kom til valdið, var vesturheimurin positivur, men vit vóru ivingarsom, sigur Marcin Terlikowski frá polska stovninum fyri altjóða viðurskifti í Warszawa. Pólland hevur gjørt nógvar stórar hernaðarligar íløgur hetta seinasta tíggjuáraskeiðið, millum annað í nýggja rakett verju. Í ár er vøksturin í hernaðarligu útreiðslunum á fíggjarlógini heili 22 prosent. Vit vilja vísa, at vit eru álítandi partur í NATO og rinda fyri okkum, sigur Marcin Terlikowski við svenska kringvarpið. Fyllir skógvarnar hjá Týsklandi Leikluturin hjá Póllandi í NATO er støðugt vorðin meira avgerandi. Hetta eru fleiri altjóða verjugreinarar samdir um. Johan Eellend, sum er greinari á verjugranskingarstovninum, FOI, sigur við svt, at Pólland hevur avgerandi týdning fyri førleikan hjá NATO at verja eystureuropa og baltisku londini. Fyri at siga tað einfalt, so hevur Pólland yvirtikið tunga hernaðarliga leiklutin, sum Týskland annars hevði undir kalda krígnum, sigur hann. Amerikanski verju serfrøðingurin Matthew Krønig, fyrrverandi hernaðarligur strategur í amerikanska verjumálaráðnum, er samdur. Í kjalarvørrinum á økta hernaðarliga virkseminum hjá Russlandi, hevur NATO tørv á sterkum samstarvsfeløgum í eystureuropa, sum fyrsti verjugarður móti møguligum russiskum álopum. Og brádliga er Pólland blivið eitt tað týdningarmesta limalandið í NATO, sigur hann við. Val verður í Póllandi í morgin, men tað er ikki sannlíkt, at leikluturin í NATO verður ávirkaður av valúrslitinum, tí eingin andstøða er í Póllandi móti NATO limaskapi. Bárður á Steig Nielsen varð í morgun formliga valdur til formann í Sambandsflokkinum, tá eykalandsfundur og heystarfundur varð hildin í Havn. Magni Laksáfoss er hansara høgra hond sum næstformaður Feløgini kring landið og ungmannafelagið skal hava virknari leiklut, sigur næstformaðurin, sum eisini fer at arbeiða tætt saman við formanninum. Andrzej Duda, sum var valdur til foresta í Póllandi í mai í ár, er rættiliga atfinningarsamur mótvegis ES. Fær hann undirtøku á valinum í dag, fer tað at styrkja tann vongin í ES, sum er atfinningarsamur móti ES samstarvinum. Forsetin í Póllandi verður valdur beinleiðis av fólkinum fyri fimm ár í senn. Harumframt er ein forsetisráðharri, sum verður tilnevndur av forsetanum, men sum má góðkennast av tjóðartinginum. Forsetavalið var hildið fyrr í ár, men mátti haldast tvær ferðir, tí einki valevni fekk meira enn 50 prosent av atkvøðunum. Tann 24. maj var forsetaval aðru ferð, og tá vann Andrzej Duda frá flokkinum fyri Lóg og rættvísi eisini kallaður PiS Hann fekk 51,55 prosent av atkvøðunum og vann harvið á sitandi forsetanum, Bronis aw Komorowski. Andrzej Duda varð tikin í eið sum forseti 6. august. Eitt høvðusevni á tjóðartingsvalinum hevur verið flóttafólkakreppan í Europa. Eygleiðarar vænta, at póllendingar fara at venda ES og avtaluni um býtið av mongu flóttafólkunum, sum flóyma yvir Europa, bakið, sum flokkurin hjá Duda fær valdið. Ein stjórn við Andrzej Duda, væntast at seta seg á odda fyri eini samgongu millum eystureuropæisku londini, sum mótmæla ES avtaluni um flóttafólabýtið. Higartil hava tað verið Kekkia, Slovakia og Rumenia, sum hava verið í móti ES avtaluni, og kemur Pólland við, kann tað gerast enn verri hjá ES at finna felags stev. Assad skal hava sagt, at hann er til reiðar at hava tjóðartings og forsetaval, men nevndi ikki nær. Hann segði seg somuleiðis vera til reiðar stilla upp aftur til forsetavalið. Jutsjenko, sum hevur hitt Assad, sigur, at Assad er til reiðar at tosa um stýrisskipanarligar broytingar og politisk val, men ikki fyrr enn Sýria hevur sloppið sær av við yvirgangsfelagsskapin IS, ella ISIL, sum hann eisini verður nevndur. Hildið verður, at fráboðanin ikki fellur í góða jørð hjá tí hóvliga vonginum av uppreistrarfólkum ella hjá USA, sum heldur, at Assad ikki skal hava nakran leiklut í sýriskum politikki í framtíðini. Eitt brek hjá SEV fríggjadagin hevur havt við sær, at komfýrar, vaskimaskinur og onnur eltól í fleiri bygdum í Eysturoynni eru oyðiløgd. Um fýratíðina í nátt bleiv politiið boðsent, tí bardagi var í DR Jacobsensgøtu. Ein maður sparkaði ein annan, sum lá á vegnum. Og ein kvinna, sum royndi at koma ímillum og hjálpa tí, sum varð sparkaður, varð eisini sparkað. Í dag er seinasti dagur at lata gávur inn til tiltakið Christmas Child, sum er eitt altjóða tiltak, har børn senda pakkar til onnur børn, sum ikki hava so nógv. Høgni Hoydal, landsstýrismaður í landbúnaðarmálum, lovar ongar ítøkiligar broytingar í stuðulspolitikkinum, nú hann hevur svarað spurningum frá Bjørt Samuelsen, løgtingskvinnu. Høgni Hoydal sigur, at hann ætlar at meta um allar tættir í stuðulsskipanini fyri at vita, hvørjar ábøtur kunnu gerast. Í løtuni er tó ov tíðliga at siga, júst hvørjar broytingar ætlandi skula gerast, sigur landsstýrismaðurin. Bjørt Samuelsen sigur, at seyðabøndur vita ongantíð, hvussu nógv teir kunnu vænta at fáa aftur av meirvirðisgjaldinum fyri selda kjøtið. Hon sigur, at nøkur ár fáa bøndur stóran part av meirvirðisgjaldinum aftur, onnur ár bara lítlan part. Orsøkin er kunngerðin, sum sigur, at Búnaðarstovan samanber játtanina til afturberingina við væntaðar umsóknir í árinum. Endalig uppgerð verður so gjørd, tá seinasti ársfjórðingur er uppgjørdur. Við hesi orðing er ógjørligt hjá einum seyðabónda at vita, hvussu nógv meirvirðisgjald, hann fær aftur úr landskassanum. Høgni Hoydal er samdur við Bjørt Samuelsen. Hann svarar, at kunngerðin kann gerast greiðari, um søkjast kann um stuðul eina ferð um árið heldur enn fyri hvønn ársfjórðing sær. Í fjør vóru so nógvar umsóknir um at fáa meirvirðisgjaldið aftur, at hvør bóndi fekk góð 76 prosent aftur úr landskassanum. Í 2012 fingu bóndurnir 92 prosent av meirvirðisgjaldinum aftur. Stuðulin at býta er 1,7 milliónir krónur um árið. Mentamálaráðið sigur, at nú arbeiðið at umvæla Fólkaháskúlin er byrjað, er komið undan kavi, at umvælingartørvurin er størri enn upprunaliga mett. Tær 700.000 krónurnar koma frá játtanini til Ítróttarháskúlan í Suðuroy, sum fyrr í ár fekk 800.000 krónur frá landsstýri og løgtingi. Tí í uppskotinum um eykajáttanarlóg, sum kom í løgtingið fríggjadagin, biður Henrik Old um, at slakar 22 milliónir krónur, sum eru ætlaðar Nólsoyarferjuni í ár, verða strikaðar í fíggjarlógini, tí byggingin verður útsett. Fyrst í oktober boðaði Henrik Old frá, at hann ætlaði at útseta nýggja skipið til Nólsoyarleiðina til Sandoyartunnilin er liðugur um seks ár. Skipið verður nógv minni enn Ternan, og kann tí ikki brúkast sum avloysaraskip á Sandoyarleiðini. Skipið verður eisini nógv dýrari enn ætlað, segði landsstýrismaðurin. Sambært verklagslógini skal Nólsoyarferjan ikki kosta meira enn 50 milliónir krónur Men tilboðini, sum Strandfaraskip landsins hava fingið, vísa, at skipið fer at kosta okkurt um 70 milliónir. Marius Rein sigur hesaferð frá húsum og fólkum, sum vóru í Krókabrekkuni og niðasta parti av Hoyvíksvegnum. Somuleiðis sigur hann frá traðarsøguni í Havn. Sjálvur skuldi hann verið føddur í Kaldbak, har mamman og systkini orsakað av krígsvandanum hildu til í 1941, men burðurin var torførur og mamman førd i Havnar at eiga. Marius tekur okkum við á ferð oman á Kongabrúnna, har fleiri mammubeiggjar arbeiddu. Havnarmenn savnaðust eisini har at meta um dagsins spurningar, og onkur søga er um eitt nú Jens á Lava og Rubbek hjá Mouritsi. Jens Pauli Rein arvaði eina trøð við Hoyvíksvegin eftir pápa sín Marius hjá Pedda. Í 1949 flutti húskið hansara av Abbatrøð niðan á hesa trøðna. Nú er alt avbygt har, men tá vóru húsini sera fá. Har varð hildið at vera sera vindhart, og tí vórðu húsini bygd fram eftir jørð. Marius gekk í barnaskúla hjá nonnunum. Haðani fór hann oman í realskúlan, har hann tók prógv í 1958. Í realskúlanum var hann eitt nú uppi í næmingafelagnum, sum tók sær av næmingablaðnum SKRØGG. Uppskotið hjá landsstýrismanninum vann ikki frama í Løgtinginum. Nú hevur Rigmor Dam, sum tók við eftir Bjørn Kalsø, biðið Løgtingið strika játtanina. Annað er at brúka pengarnar, ella ein part av teimum, til. Undir yvirskriftini mentan í eykajáttanarlógina biður landsstýriskvinnan um 600.000 til Norðurlandahúsið, sum ætlar at gera 65 bilpláss afturat við Norðurlandahúsið. Parkeringarviðurskiftini eru ein afturvendandi trupulleiki hjá Norðurlandahúsinum, sum bara hevur 45 bilpláss. Stýrið fyri Norðurlandahúsið arbeiðir tí við eini ætlan um at gera 55 bilpláss afturat. Yvirlýsingin, sum Annika Olsen, landsstýriskvinna, og Birthe Rønn Hornbech, ráðharri, gjørdu 29. oktober í 2009 um, at Føroyar yvirtaka útlendingamál, er framvegis galdandi. Fríggjadagin samdust Poul Michelsen, landsstýrismaður, og Inger Støjberg, ráðharri, um at seta gongd á aftur arbeiðið at fyrireika yvirtøkuna, sum umfatar útlendingamál og marknaeftirlit. Báðir partar, landsstýrið og danska stjórnin, hava bundið seg til at raðfesta málið. Miðað verður eftir, at fyrireikingarnar verða lidnar fyri 1. juli næsta ár. Uppskot um at yvirtaka útlendingamál hava verið í løgtinginum oftari enn eina ferð, og yvirtøkan hevur eisini staðið í fleiri enn einum samgonguskjali. Fleiri ymiskar lagnur í Havn verða flættaðar saman í eitt nútímans drama um svik, sorg, kærleika, kæti, tráan og trongd. Unga gentan Rósa Maria stendur í miðjuni. Vit fylgja stríði hennara at mennast til eina búna kvinnu í eini torførari tíð. Bergur Rasmussen hevur skrivað tekstirnar, og Jónleif Jensen hevur smíðað og lagt øll løgini til rættis í dramakonsertini. Tónleikaliga spennir Jónleif víða til leikin, rock, pop, klassiskt, musical, funk, singer songwriter, balladir, rap Rósa Maria hevur alt. í Bókini Ver Úlvur, sigur H ðinn Unnsteinsson frá, hvussu hann í eina tíð var maður í úlvshami, hvussu hann í sínum sjúkuherðindi ikki bara sjálvur skifti ham, men hvussu hann upplivdi umheimin og umhvørvi skifta ham. Hamskiftið verður so ella so snúningsásin í fjølbroyttu skránni hetta kvøldið og verður viðgjørt í ymiskligum skapi og út frá ymiskum sjónarhornum og tað er FPS. Føroyskir Psykiatriskir Sjúkrarøktarfrøðingar, sum skipa fyri. Hamskiftið verður á Reinsarínum fríggjakvøldið hin 30. oktober klokkan19.00 til 23.00 Gongst sum ætlað, so stendur ein stórur víkingagarður klárur úti á Mýruni omanfyri Kvívík um tvey ár. Íverksetin, Poul Hansen, fíggjar verkætlanina, sum tekur støði í gomlu víkingatoftini, sum er grivin út niðri í bygdini. Umframt stóru víkingahøllina skulu byggjast neyst og ein kirkja. Í stóra hylinum, sum verður nærhendis skulu víkingaskip liggja. Harumframt skulu byggjast eini hús til matstovu og gistingarhús. Borgarstjórin, Dánjal Petur Muller, fegnast um verkætlanina. B 678 Tónleikagongustjørnan l Tann lítli prinsurin og revurin eru aftur á ferð. Teir royna at rætta illgerðirnar hjá Slanguni, tá teir hoyra okkurt Tó at tú ert farin um tey 30, er eingin grund til at blíva dovin, sigur Herborg við Sandá. Næsta ár flytur hon við familju síni aftur til Føroya. Dreymurin er, lutvíst, at kunna liva av sniðgevingini. Í dag eru 135 mans á listanum, sigur Mouritz Mohr, stjóri í Pam Offshore. Tá Útvarpið tosaði við hann tann 8. oktober vóru 180 á listanum. Í fjør summar arbeiddu 230 føroyingar fyri Pam Offshore í Noregi, tá mest var at gera. Mouritz Mohr sigur, at ein verkætlan, sum Pam Offshore hevur í Noregi, er um at vera liðug. Hvussu verður, tá tann verkætlanin, ein boripallur, er liðug, fæst Mouritz Mohr ikki at siga ítøkiliga. Men hann sigur, at hann væntar, at okkurt verður. Pam Offshore hevur rammuavtalur við nakrar fyritøkur í Noregi. Tá tær hava okkurt, sum skal gerast, venda tær sær til Pam Offshore. Pam Offshore hevur ikki fólk í føstum starvi, men setur fólk til hvørja einstaka verkætlan. Hóast ein stórur partur er tikin burtur, fer útbyggingina væntandi at kosta um 400 milliónir, metir Jónsvein Lamhauge, havnameistari í Tórshavnar Havn. Tórshavnar Havn vónar at fáa endaligu góðkenningarnar frá Yvirfriðingarnevndini og Býarskpanarnevndini sum skjótast. Jónsvein Lamhauge sigur, at mynduleikarnir vilja hava góðkenningarnar, áðrenn arbeiðið verður boðið endaliga út. Eftir ætlan skal arbeiði at gera nýggja havnalagið byrja í fyrra helmingi av 2016. Tað er serliga broytta útsýnið av Skansanum, sum nevndin noyðist at taka støðu til enn einaferð, sigur skrivari í nevndini, Peter Flugge. Vit mugu halda okkum til ráðgevingina hjá danska heilsustýrinum, sigur Sirið Steenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum. Í Føroyum eru higartil tveir tilburðir skrásettir við kvinnum, sum hava havt hjáárin av HPV koppsetingini, men fleiri ungar kvinnur siga seg hava sjúkueyðkenni av koppsetingini. Í Danmark eru umleið 1600 tilburðir skrásettir av hjáárinum av HPV koppseting. HPV vaksina verður givin at forða fyri lívmóðurhálskrabba. Vit hoyra 2. part av bókini Og Mamma Elin á Rógvi hevur skrivað og hon lesur fyri okkum. Og Mamma er ein stuttlig bók um ein hana í reyðum smekkubuksum. Vit hitta ommuna, abban, hundin Leika og dreingirnar Viggo og Paula. Fyri einum ári síðani vann Elin á Rógvi barnamentanarvirðisløn M.A. Jacobsen og nú er bókin tilnevnd til mentanarvirðisløn norðurlandaráðsins. Vertur er Jóhan B. Mortensen. Dánjal Tavsen gjørdi ljóðmyndina. Vit hoyra 4. og seinasta part av bókini Og Mamma Elin á Rógvi hevur skrivað og hon lesur fyri okkum. Og Mamma er ein stuttlig bók um ein hana í reyðum smekkubuksum. Vit hitta ommuna, abban, hundin Leika og dreingirnar Viggo og Paula. Fyri einum ári síðani vann Elin á Rógvi barnamentanarvirðisløn M.A. Jacobsen og nú er bókin tilnevnd til mentanarvirðisløn norðurlandaráðsins. Vertur er Jóhan B. Mortensen. Dánjal Tavsen gjørdi ljóðmyndina. Jónas Broncksgøta í Havn var í sínari tíð eitt nýbyggjaraøki, sum bleiv ein virkin partur av Havnini við nógvum ymsum fyritøkum. Við Tórði á túri vitjar í dag í Jónas Broncksgøtu. Gamla politistøðin í Jónas Broncksgøtu er nú ein modernaður møblahandil hjá Eikini, og hóast løgreglan flutti úr bygninginum vegna blámusopp, hava kanningar staðfest, at har er ongin blámusoppur í bygninginum. Vit hitta Bjørg Clementsen og Tummas Jákup Høj. Øssur Debes, sum minnist seinna heimsbardaga, greiður frá, hvussu tað sá út í økinum uttan um Jónas Broncksgøtu í sínum barnaárum. Undir seinna heimsbardaga høvdu bretar eina stóra støð á Frúutrøð. Stuttligasti og best krógvaði handil í Føroyum, hevur onkur sagt um handilin hjá Biritu Krossteig í Jónas Broncksgøtu, sum selir sjónleikaraútgerð og annað. Hann eitur Skortur. Birita er uppvaksin í Jónas Broncksgøtu og býr í barnaheiminum. Arnóra Thomsen og Kári Johansen og børnini búgva í gomlum húsum, sum eru á Abbatrøð, men eisini venda út móti Jónas Broncksgøtu. Tey hava útbygt og nútímansgjørt húsini, sum altíð hava verið í ættini hjá Arnóru. Kortini hava tey varðveitt tað, ið varðveitast kundi í húsunum. Arnóra og Kári siga, at hóast tey búgva mitt í býnum, hava tey náttúruna beint við. Kiosk Activ hevur verið í Jónas Broncksgøtu í yvir 40 ár, og um vikuskiftið er kioskin opin alla náttina. Barbara Tindskarð Jacobsen og maðurin Dávur hava átt Activ í trý ár. Í summar varð skipað fyri einum afturhvarvi fyri skansabørnum. Tað eru tey, ið eru uppvaksin í Jónas Broncksgøtu og teimum smáu gøtunum niðanfyri. Og um stutta tíð kemur út bóklingur um hendan partin av Havnini. Í fyrireikingarbólkinum vóru Petur Øster, Laura Joensen og Heri Kragesteen, og tey trý hitta vit í sendingini. Kringvarp Føroya hevði tekniskar trupulleikar fríggjakvøldið, tá Gekkurin skuldi avgreiðast. Í rokanum var verturin eisini mismæltur, og hann kom at geva ørkymlandi upplýsingar, tá hann takkaði hyggjarunum fyri luttøkuna. Aftaná gekkaspælið fríggjakvøldið kom verturin Magnus Jacob Magnussen av óvart at geva hyggjarunum villleiðandi upplýsingar. Hann segði millum annað Tey, sum hava vunnið í kvøld, skulu senda gekkin til Kringvarp Føroya, Postboks 1299, 110 Tórshavn Øll hini, sum hava sitið heima í kvøld og sum ikki hava vunnið, tey kunnu fara í ein FK handil, har fáa tey pengarnar aftur. Verturin orðar seg eitt sindur øðrvísi hesaferð, og tíverri á ein hátt, sum hyggjarin lættliga kann misfata. Tí eru tað eisini fólk sum halda, at tey kunnu fáa gekkaseðilin endurgoldnan í FK, men tað letur seg ikki gera. Tey, sum hava vunnið í kvøld, skulu senda gekkin til Kringvarp Føroya, Postboks 1299, 110 Tórshavn Øll hini, sum hava vunnið, men ikki komu ígjøgnum, tey kunnu fara í ein FK handil, har fáa tey vinningin útgoldnan. Kringvarp Føroya harmast, at verturin varð mismæltur, tí tað eru sjálvandi tey, sum hava vunnið, men ikki sluppu ígjøgnum til Gekkin fríggjakvøldið, sum kunnu fara í ein FK handil, har tey fáa vinningin útgoldnan. Hetta var tann dagin, tá oyggjaleikahópurin kom aftur av Bermuda, og av tí at badmintonleikararnir høvdu staðið seg ómetaliga væl á Bermuda, varð skipað fyri móttøku uttan fyri Badmintonhøllina í Havn henda dagin. Men tað, sum skuldi vera ein góður dagur, endaði sum ringasta marran fyri Bjørg Djurhuus og hennara trý børn. Høgni Carlsson var millum teir tríggjar menninar, ið lótu lív í ferðsluvanlukkuni tann 21. juli 2013. Hóast vit sum familja hava uppliva tað størstu sorgina nakrantíð, so hava vit eisini upplivað ein ótrúligan, treytaleysan kærleika frá øllum rundanum okkum. Serliga mín familja, verfamilja og fantastiskir vinir hava vart okkum alt samdøgnið. Eg ivist í, um vit høvdu møtt slíkari umsorgan og stuðul, høvdu vit liva aðrastani enn í Føroyum, sigur Bjørg Djurhuus. Yvirlit yvir føroysk heiðursmerkir í flogbólti á oyggjaleikum Stað Ár Kvinnur Menn Isle of Man 1985 silvur bronsa Guernsey 1987 gull silvur Føroyar 1989 silvur gull Áland 1991 bronsa silvur Isle of Wight 1993 bronsa bronsa Gibraltar 1995 silvur bronsa Jersey 1997 bronsa 5.pláss Gotland 1999 gull bronsa Isle of Man 2001 gull 4.pláss Guernsey 2003 gull silvur Hetland 2005 gull bronsa Rhodos 2007 silvur silvur Áland 2009 gull 5.pláss Isle of Wight 2011 silvur silvur Bermuda 2013 gull 4.pláss Jersey 2015 silvur silvur Toppskjútti Neistin Eir Berg, 9 Støðan 1.Kyndil 5 dystir 8 stig 2.Neistin 4 dystir 7 stig 3.VÍF 4 dystir 6 stig 4.VB 4 dystir 2 stig 5.STÍF 5 dystir 2 stig 6.Stjørnan 4 dystir 1 stig Støðan 1.Kyndil 5 dystir 8 stig 2.Neistin 4 dystir 7 stig 3.VÍF 4 dystir 6 stig 4.VB 4 dystir 2 stig 5.STÍF 5 dystir 2 stig 6.Stjørnan 4 dystir 1 stig Umframt Barbaru og Rudolf Mathis vóru fýra aðrar matstovur í Danmark í uppskoti at fáa heiðurin fyri at góða borðreiðing av fiski og skeljadjórum POTS hjáárini eru, at tú eitt tíðarskeið hevur høgan puls, og POTS kann eisini elva til onnur sjúkueyðkenni, eitt nú møði, ovurviðkvæmi, pínu í bringu og vøddum, høvuðpínu og órógv í sjónini. POTS er undir illgruna fyri at vera eitt av hjáárinunum av vaksinini. Tað vísa skjøl, sum Radio24 7 hevur fingið innlit í, og sum fevna um brævasamskifti á sumri 2014 millum danska Heilsustýrið og Sanofi Pasteur MSD. Sambært brøvunum, verður Sanofi Pasteur biðin um at koma við meting av, um POTS kundi vera eitt av hjáárinunum av HPV vaksinuni Gardasil, sum meira enn 480 túsund kvinnur í Danmark hava fingið. Men Sanofi Pasteur gjørdi leitingina soleiðis, at invaliderandi diagnosan, POTS, ikki varð við og sostatt var talið av møguligum hjáárinum lágt. Heilsustýrið gjørdist varugt við tað, tí at donsku fráboðanirnar um tannáringagentur, sum høvdu fingið POTS, ikki sóust í úrslitinum hjá Sanofi Pasteur MSD. Fyritøkan leitaði bara uppá trý sjúkueyðkenni, svimbul, ovurviðkvæmi og hjartabankan. Og við hesum trimum leitiorðunum, verða bara tríggir av 26 tilburðum av POTS funnir, vísur danska heilsustýrið á. Ymsik áhugamál Granskingarleiðarin og yvirlækni, Jesper Mehlsen, heldur, at mátin, sum Sanofi Pasteur MSD hevur gjørt, vísur ymisku áhugamáls stríð millum framleiðaran og heilsustýrið. Fyritøkan hevur heilivág, sum hon vil verja, og heilsustýrið hevur nakrar sjúklingar, sum hon vil verja. Og hesi bæði fylgjast ikki, sigur Jesper Mehlsen við Radio 24 7. Sambært danska heilsustýrinum hevur Sanofi Pasteur MSD avgjørt at samstarva, og kom, hálvt ár seinni, við stórt sæð tí, sum mydugleikarnari vildu hava, men Heilsustýrið hevur kortini avgjørt, saman við heimsheilsustovninum, WHO, at gera sjálvstøðuga og óvilduga kanning av hesum. Mats Lindberg er yvirlækni og limur í Læknar uttan sponsor. Hann hevur lisið skjølini og sigur, at tað tykist, sum um Sanofi Pasteur MSD roynir at draga tíðina út, men hinvegin kann talan eisini vera um, at fyritøkan ivasom um POTS diagnosuna. POTS er ein sindur bleyt diagnosa, og tað kann eisini vera orsøkin til, at fyritøkan ikki hevur metta hana at vera nakað. Tí reint medisinskt, so er POTS sindur óviss, sigur Mats Lindberg. Sambært lóg um sterving og gelding kastratión frá 1968, kann sterving av eini kvinnu verða gjørd uttan loyvi, tá ið viðurskifti bert ella einamest av læknaligum slag gera tað neyðugt at fyribyrgja viðgongu til tess at forða fyri vanda fyri lívi hennara, ella vanda fyri at heilsa hennara fer at versna álvarsliga og varandi. Eyðun Hansen hevði verið upp á øllum oyggjunum uttan Lítlu Dímun, tá hann fyri trimum árum síðan var fyri álvarsligari ferðsluóhappi. So illa vildi til, at Eyðun Hansen, ið var lastbilsførari, gjørdist lamin, tá hann koyrdi inn í ein tunnil við krananum uppi. Eftir at Eyðun Hansen hevði sagt sína søgu í útvarpssendingini Vegamótið, tóku nøkur fólk seg saman og hjálptu honum við at fáa sín stóra dreym, um at sleppa upp á Lítlu Dímun, uppfyltan. Sambært nýggjastu tølunum, sum Hagstovan hevur kunngjørt, vórðu 1500 tons minni av botnfiski avreidd í Føroyum til 1. oktober í ár enn í fjør. Minkingin er fýra prosent. Men verður so hugt at milliónum, sum skip og bátar fingu fyri fiskin, er pluss framman fyri tað talið. Góðar 50 milliónir krónur meira fingust fyri fiskin í ár, tað eru 13 prosent meira enn í fjør. Taka vit tey trý vanligu botnfiskasløgini, tosk, hýsu og upsa, er meira avreitt av toski og hýsu enn í fjør, men minni av upsa. Tíggju prosent meira av toski eru avreidd í ár, men 35 prosent meira fekst fyri toskin í ár enn í fjør. Tá allar avreiðingar í Føroyum til 1. oktober eru við, eru 794 fleiri tons í ár, bara eitt prosent meira enn í fjør. Men milliónirnar eru næstan hundrað fleiri í ár, 18 prosent. Íslendska matvørueftirlitið kunnger, at hetta er fyrstu ferð, at hetta virus er staðfest í fiski í Íslandi. Virusið er ikki skaðiligt fyri fólk. Virusið er funnið í rognkelsum, sum vórðu fiskað í Breiðafirði seint í summar. Fyri knappliga ári síðani varð farið undir at útflyta yngul frá rognkelsum til eitt alibrúk í Føroyum. Men nú verður steðgað á, meðan alistøðin, har virusfongdu rognkelsini eru, verður sóttreinsað, upplýsir íslendska matvørueftirlitið. Fyrstu ferð, virusið varð staðfest, var miðskeiðis í farnu øld. Í 1964 var virusið funnið í aldum ælabogasílum í Egtved í Danmark. Virusið fekk tí navnið Egtvedsjúka, men eitur annars VHS virus. Talan er um álvarsliga fiskasjúku. Fráboðanarskylda er um virusið, og tá tað er staðfest, verður allur smittaður fiskur tikin av og fyribeindur. Í heilsufrágreiðingini fyri 2014 hjá landslæknanum sæst, at í fjør vórðu 1020 kvinnur og 372 menn kannaðir. Av kvinnunum fingu 88 staðfest klamydia, og 54 menn. Hjá kvinnunum eru tað serliga tær 15 og 34 ára gomlu, sum lata seg kanna, og hjá monnum eru teir flestu millum 20 og 24 ár. Børn verða eisini kannað fyri klamydia. Í fjør vóru níggju dreingir, yngri enn eitt ár, kannaðir, og ein hevði sjúkuna. Átta gentur yngri enn eitt ár vórðu kannaðar, men eingin hevði sjúkuna, sæst í heilsulýsingini hjá landslæknanum. Í 2008 og í 2009 vórðu meira enn 200 tilburðir av klamydia skrásettir. Tá sendi landslæknin út fráboðan um viðgerð og fyribyrging, og síðani tá eru tilburðirnir fækkaðir. Rani flytir út á bygd saman við mammuni og systrini. Pápin og mamman eru skild, og nú skal Rani byrja av nýggjum á heilt øðrum staði og finna sær aðrar vinir. Hetta er ikki lætt, tí at fleiri av nýggju floksfelagunum hyggja ikki at honum við blíðum eygum. Tað hevur við sær, at samstundis sum Rani skal berjast við longsulin eftir pápanum og sorgina yvir, at foreldrini ikki longur eru saman, skal hann eisini stríðast við at fóta sær í spildurnýggjum umhvørvi. Bókina hevur Ingun Christensen skrivað. Søgan er í 10 pørtum. Lív Højsted Horsdal lesur. ÍSB skrivar, at Krista er millum bestu paralympisku svimjarar í norðanlondum, og tí verður spennandi at fylgja henni til komandi stórkappingar. Ung í Grønlandi vilja hava arbeiði og møguleika at útbúgva seg, og nógv flyta tí úr smáu bygdunum. Tað eru serliga kvinnur, sum flyta til størru býirnar. Eftir sita tey gomlu og ein bólkur, sum hevur torført við at finna aðara møguleikar. Grønelendska búskaparráðið staðfestur í frágreiðing, at tað framvegis eru bygdir, hvørs framtíð er óviss. Ráðið hevur brúkt fimm treytir fyri viðkvæmi, og ikki færri enn 18 bygdir lúka fýra ella fimm av treytunum, og verða lýsta sum serliga viðkvæmar. Treytirnar eru lágt fólkatal, burðar undirskot, netto fráflyting, fáar kvinnur og nógv eldri fólk. Seinastu árini eru alsamt fleiri bygdir sum líða undir fleiri av hesum treytum. Bygdirnar kunnu ikki halda fram, um gongdin heldur fram, sum hon ger nú. Tað eru kortini ikki bara smáu bygdirnar sum merkja trupulleikan. Fólk flyta eisini frá smáu plássunum til størri bygdir, áðrenn tey flyta til býin. Nógv flyta úr Grønlandi, og framtíðarútlitini eru heldur ikki góð. Tey vísa framvegis, at fólkatalið í Grønlandi minkar. Ætlanin var upprunaliga at hava umsiting í bygninginum, men Heðin Mortensen sigur, at starvsfólkatalið í kommununi er vaksið so nógv, at pláss er ikki fyri øllum í bygninginum. Kommunan keypti í 2011 tríggjar bygningar í miðbýnum frá Bank Nordic fyri 52 milliónir krónur. Kommunan hevur síðani nýtt góðar 5 milliónir krónur til at umvæla bankabygningin. Borgarstjórin vil í løtuni ikki siga, um reellar samráðingar eru við keyparar um bankabygningin. MRCC Tórshavn Radio fær ikki tosað við skip í havsneyð og tað kann ganga útyvir tilbúgvingina. MRCC Tórshavn Radio misti tríggjar millumbylgjusendarar fyrra hálvárið í ár og fær tí ikki tosað við skip í havsneyð. Stovnurin hevur í trý ár gjørt vart við, at júst hetta kundi henda, og hevur biðið um pengar til nýggjar sendarar. Men ikki fyrr enn í mai í ár kom ein millión krónur. Nú hevur tað stóran skund at játta 9,3 milliónir krónur sambært uppskotinum um eykajáttan, sum varð borið í løgtingið fríggjadagin. Ein nýggjur sendari er á veg. Men hvat hendir, um tann einasti, sum nú er eftir, slóknar í dag ella í morgin Hoyr samrøðuna við Edvard Bjarnason, deildarstjóra á MRCC, Sjóbjargingarstøðini. Avtalað er við Brimil og Tjaldrið, at tey tosa við skip ella bát, sum sendir út neyðarkall. Men ivasamt er, um tey hoyrast allastaðni. Í juni varð ein nýggjur sendari bílagdur. Hann kemur í næsta mánað. Hann er gjørdur í Avstralia, og verður royndur í Danmark um góða viku, áðrenn hann kemur til Føroya. Hesin sendarin er keyptur fyri milliónina, sum løgtingið játtaði í mai í ár. Tær 9,3 milliónir, sum Fiskimálaráðið nú biður um, skulu brúkast til sendarar, mastrar og antennur, sum eru líka gamlar sum sendararnir, og stýringarútgerð, sum verður tíggju ár næsta ár. Tá verður hon ov gomul, tí nýggj útgerð er komin, og tænastur fáast ikki til ta gomlu. Tórshavnar kommuna samráðist framvegis við Bústaðir um ætlanina, og samráðingarnar snúgva seg í løtuni um, hvør skal rinda fyri hvat. Heðin Mortensen sigur, at býráðið er kunnað um fyribilstekningar av lestraríbúðunum í kommunuskúlanum og í næstum fer kommunan at skipa fyri einum kunnandi borgarafundi um ætlaninar. Bæði hjá monnum og kvinnum er arbeiðsloysið størst í aldursbólkinum 25 34 ár og samanumtikið eru tey fægstu arbeiðsleysu millum 45 til 54 ár. Størst er arbeiðsloysið í Suðuroynni, 5,1 prosent hjá kvinnum og 4,0 prosent hjá monnum. Størsti munur millum kynini er í Vága sýslu Tað er Ann Sølvia Lydersen Jacobsen, fornfrøðingur, ið hevur fingið játtað pengar til eina trý ára ph.d verkætlan, har hon skal granska norðoyggjarnar, fyri at vita, um man kann skráseta fornar búsetingar har og samstundis finna fornar gravir. Í sendingini greiðir Simun Arge, fornfrøðingur og granskari, frá fornu gravunum í Tjørnuvík og á Sandi. Hvat man hevur funnið og hvørjar vónirnar eru at finna nýggjar fornar gravir í Føroyum. Veist tú um, ella hevur hoyrt onkran siga frá um fornar búsetingar ella líknandi, so vil Ann Sølvia fegin hoyra frá tær. Skriva til okkum. Barbara í Gongini er búsitandi í Keypmannahavn. Gerandisdagar er hon á verkstaði sínum í Valby, har sniðgevar og skraddarar úr fleiri ymsum londum arbeiða. Í eygleiðandi dokumentarsendingini fylgja vit stillføru og stílskapandi kvinnuni, ið hevur endurnýtslu sum aðalmál í allari framleiðslu. Noomi Konoy Heradóttir, er mamma at Høgna, ið hevur sjúkuna. Hon heldur, at nýføðingar í Føroyum áttu at verðið kannaðir fyri sjúkuna. SEV stjórin, Hákun Djurhuus, ivast ikki í, at Føroyar eru undangonguland við grønari orku, og vindmyllulundin í Húsahaga og nýggja battarískipanin til at goyma avlopsorku gjørdu sítt til, at SEV fekk virðislønina. Í dag er stórur dagur í Sørvági. Theodor Thomassen fyllir 107 ár. Hann er elsti føroyingur nakrantíð. Theodor er føddur í 1908, og hevur síðani hann fylti 100, búð hjá dóttrini Elisu. Sambært yvirliti frá Fólkayvirlitinum, eru í dag eru 13 føroyingar 100 ár ella eldri. Níggju føroyingar eru 100 ár tveir eru 102 ár, ein er 103 ár, og so er tað Theodor Thomassen, sum slær øll met, hann fyllir í dag 107 ár. Metið, sum elsta fólk í Føroyum, hevði Drikka á Fløtti við Gjógv. Hon varð fødd 2. juli 1875 og doyði 23. november 1980 105 ára gomul. Rithøvundur er Carl Johan Forss n Ehrlin. Hann er útbúgvin atferðar granskari og NLP Master Practitioner og arbeiðir sum leiðmennari, fyrilestrahaldari og skeiðshaldari innan persónliga menning, sálar venjing og leiðslu. Rithøvundurin sigur um bókina, at hon er tann fyrsta í eini røð av barnabókum, hvørs ætlan er at hjálpa børnum at sovna væl, skilja sítt sjálvsvirði og at fyrireika tey til at kunna vinna á trupulleikum í lívinum, umframt at hava tað betur sálarliga longu sum børn og inn í vaksna lívið. Mál mítt við hesi bók er at hjálpa øllum foreldrum, sum stríðast við at fáa børnini at sovna um kvøldið ella tá sovast skal. Eg vil, at bókin skal kunna hjálpa barninum at fáa frið á seg og sovna skjótari fyri hvørja ferð, tað hoyrir søguna. Fyrstu ferð var í 1987. Aðru ferð var í 2004. Tá trein Hjálmar Dam fram á sjónleikapallin sum ein av dólgunum í Kardamummubýnum í Sjónleikarhúsinum í Havn sum eitt óskrivað blað. Leikluturin gjørdist byrjanin til yrkisleiðina hjá sjónleikaranum, sum nú hevur fingið heiðurin at stjórna leikin ellivu ár seinni. Maðurin, sum átti teir 17 seyðirnar, ið vórðu funnir deyðir í einum húsi við Stóravatn í Sandoynni páskadag, 5.apríl, er nú skuldsettur fyri at hava brotið djóraverndarlógina. Maðurin noktar seg sekan í lógarbroti. Sambært politinum høvdu seyðirnir verið deyðir í nakrar dagar, tá teir vórðu funnir. Niðurstøðan hjá politinum er, at seyðirnir vóru farnir inn at kroka. Hurðin í húsinum fór aftur og læstist, og tí sluppu seyðirnir ikki út aftur. Nú, eftir at bankin selur tryggingarfelagið Vørð í Íslandi, er væntaða úrslitið millum 200 og 220 milliónir krónur. Tað var upp í 240 milliónir krónur. Til 1. oktober í ár hevði BankNordik 157 milliónir krónur í vinningi, sum eru 41 milliónir krónur meira enn í fjør. Renturnar góvu 17 milliónir krónur minni í ár, men tænastugjøldini góvu 29 milliónir meira, tær milliónirnar koma fyrst og fremst frá íløgurøkt og realkreditti. Niðurskrivingar á útlánum vóru 47 milliónir krónur minni enn í fjør. Raksturin kostaði 14 milliónir krónur meira í ár. Orsøkin er millum annað eykaútreiðslur til KT, kunningartøkni. Tann 30. september í ár vóru 39 færri starvsfólk enn 30. september í fjør. Nógvu fráfaringarsamsýningarnar til uppsøgd fólk kostaðu bankanum 25 milliónir krónur Sambært Finanswatch , sum hevur hugt í roknskapin hjá BankNordik, fekk Janus Petersen 9,6 milliónir krónur fyri at fara frá sum forstjóri. Tað er neyðugt at styrkja førleikarnar hjá lærarum, so teldlar og aðrir skíggjar kunnnu gerast hent amboð, heldur enn órógvandi leikur í skúlahøpi. Tí skipar Nám í hesum døgum fyri verkætlanini Skúlin í netsamfelagnum. Útisetar og lesandi, sum ætla sær heim til Føroya at halda jól, mugu djúpt í lumman. Bíligastu, einvegis ferðaseðlarnir við Atlantsflog kosta nú 2.000 krónur, og ein jólafrítíð í Føroyum fæst ikki bíligari enn fyri 4.000 krónur. Jóhanna á Bergi, stjóri í almenna flogfelagnum, vísir aftur, at felagið hækkar prísirnar, tí eftirspurningurin er so stórur. Arbeiðsgevarar finnast harðliga at landsstýrinum fyri at áleggja arbeiðsmarknaðinum stóra eykaútreiðslu uttan at geva teimum, sum skulu gjalda, líkinda møguleika at viðgera broytingarnar í lógini um barsilsskipanina. Hoyringarfreistin var bara ein vika. Føroya arbeiðsgevarafelag bað um longri freist, men svarið var nei. Tað tykist sum broytingarnar í barsilsskipanini skulu skundast ígjøgnum, uttan at avvarðandi hoyringarpartar fáa veruligan møguleika at koma við grundaðum svari. Sigast má, at hetta er ógvuliga óheppið tekin frá nýggja landsstýrinum, siga Arbeiðsgevarafelagið, Handverksmeistarafelagið, Prentsmiðjufelagið, Arbeiðsgevarafelag hjá fíggjarstovnum í Føroyum og Reiðarafelagið fyri farmaskip. Feløgini mæla frá at samtykkja ætlaðu broytingarnar í barsilslógini. Føroya arbeiðsgevarafelag sigur millum annað, at tað hevur fyrr víst á, at bæði foreldur eiga at sleppa at býta barnsburðarfarloyvið millum sín soleiðis, sum tey vilja. Kanska eigur øll barsilsskipanin sum hon er at verða endurskoðað, so hon hóskar betur til tørvin hjá ymsu foreldrunum, í staðin fyri áhaldandi at gera smáar broytingar við stuttum millumbilum, sigur Føroya arbeiðsgevarafelag. Fyrrverandi stjórin í Bank Nordik, Janus Petersen, fekk 9,6 milliónir krónur við sær, tá hann var sagdur úr starvi fyri einum góðum mánaði síðan. Hetta svarar til tríggjar árslønir hjá fyrrverandi stjóranum, og hetta er ein avtala, sum sitandi nevndin gjørdi, tá Janus Petersen varð settur í starv, sigur Stine Bosse, nevndarforkvinna í BankNordik. Í altjóða høpi er ein upsagnartíð upp á trý ár óvanliga long, men nevndin hevur avrátt at fylgja avtaluni, sigur Stine Bosse. Landið eigur ein triðing av BankNordik gjøgnum Fíggingargrunnin frá 1992. Landsstýrið og danska stjórnin stovnaðu grunnin 2. november 1992 sum eitt lið í bjargingini av teimum stóru føroysku bankunum, Føroya Banka og Sjóvinnubankanum. Landstýrismaðurin í fíggjarmálum velur formannin og tríggjar limir í Fíggingargrunninum. Limirnir velja sjálvir fimta limin. Náttúru og umhvørvisvirðislønin hjá Norðurlandaráðnum kann geva Føroyum nógvar møguleikar á orkuøkinum, sigur stjórin hjá SEV, Hákun Djurhuus. SEV ætlar, at í 2030 skal stovnurin bara brúka varandi orkukeldur, so sum vind og sjóvarfall. Tað verður trupult at gera Føroyar 100 prosent grønar, metir Bogi Bech Jensen, professari í orkuverkfrøði. Vit fara at hoyra um Kuldakrákuna og um Vit, sum er nýggj heimasíða til børn. Kuldakrákan er ímyndin, og klikkja vit á Kuldakrákuna, sum stendur á breddanum á heimasíðuni hjá kringvarpinum, so finna vit søgur, leikir, sjónvarpsendingar, spøl, sangir, evnissendingar, tíðindi og mangt annað. Elin Michelsen greiðir frá. Elin á Rógvi lesur og skrivar um Kuldakrákuna og Tórunn, Elsa, Ingi, Jákup og Tummas siga sína hugsan. Í sendingini hoyra vit vælumtóktu kanadisku Diana Krall, sum spælir klaver og syngur við sínum jazz bólki og saman við strúkarum. Talan er um meira og minni kendar jazz sangir av plátuni When I Look In Your Eyes frá 1999 og sum árið eftir vann tvær Grammy virðislønir. Lagt til rættis Arnold Ludvig. Hátíðarhaldið á Vinnuháskúlanum byrjar klokkan 14, tá Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari bjóðar vælkomin. Talarar verða løgmaður Aksel V. Johannesen og Símin P. Jacobsen, prestur. Síðani verður farið í Viðarlundina, har kransur verður lagdur við minnisvarðan. Minnisvarðin í Viðarlundini í Havn varð í 1956 reistur júst til minnis um teir, sum fórust á sjónum krígsárini. Í Dómkirkjuni í Havn verður meira enn vanligt gjørt burtur úr. Fólkakirkjan og manningarfeløgini samstarva um hetta tiltakið í ár. Jógvan Fríðriksson, biskupur, prædikar, og Uni Næs, dómpróstur, hevur altartænastuna. Løgmaður fer eisini at siga nøkur orð í Dómkirkjuni, og Tórshavnar Manskór syngur. Aftaná, klokkan 21, bjóða manningarfeløgini, kirkjan og Sjómansmissiónin til kaffi, te og smákøkur uppi á í Kaffihúsinum, inngongd á Bryggjubakka beint niðanfyri Dómkirkjuna. Á samkomuni í Kaffihúsinum fara nøvnini á føroyingunum, sum sjólótust ella doyðu umborð á skipi undir krígnum, eisini at liggja frammi. Tað er Jógvan Arge, journalistur og rithøvundur, sum við bókarøðunum Stríðsárini og Teir sigldu úti eftir faðir sín Niels Juel Arge og Víkingasynir eftir Jákup Joensen sum keldu hevur savnað nøvnini. Sum vanligt verður Minningardagur teirra sjólátnu eisini hildin runt um í landinum. Dagurin í ár fellur saman við fyrsta sunnudegi í november, og tá er vanligt nógvar staðir eisini at minnast øll tey, ið farin eru í sóknini seinastu 12 mánaðirnar. Ósemjan millum Lønardeildina og Pedagogfelagið um viðbøtur til vegleiðarar má loysast, so lesandi aftur sleppa í praktikk, halda pedagoglesandi. Pedagoglesandi handaðu í dag landsstýriskvinnuni í Fíggjarmálum undirskriftir, tá hon fór til samráðingar við Pedaogfelagið. Bara eitt ár eftir, at fyrrverandi svenski forsætisráðharrin segði, at Svøríki er eitt humanitert stórveldi, noyðist stjórnin at hálsa um. Prognosurnar siga, at bara í ár fara upp í 190.000 flóttafólk og tilflytarar at verða komnir til landið, og næsta ár kann talan gerast um heili 170.000 aftrat. Rokningin er so stór, at fíggjarlógin komandi ár má í ruskspannina. Tørvur er á eini 29 milliardum svenskum krónum í eykajáttan, og tilsamans kostar tilflytara og flóttafólkapolitikkurin í Svøríki sostatt ørandi 70 milliardir Skrónur Til samanberingar kostar øll tann svenska verjan 45 milliardir í 2016. Samstundis sum svenska stjórnin ger seg tilreiðar at herða útlendingapolitikkin, veksur politiski harðskapurin í landinum. Eini 20 eldsásetingar hava verið á flóttafólkabústaðir síðani í vár. Hagstovan hevur kunngjørt eitt yvirlit um prísgongdina í handlunum seinastu árini. Orsøkin til, at matvørur gerast dýrari og dýrari, eru príshækkingar á heimsmarknaðinum. Trot á rávørum, sum verða brúktar til matvørur, ger, at rávøran kostar meira. Føroyingar innflyta flestu matvørur, so tí gerast matvørurnar støðugt dýrari her. Men lønarhækkingar kunnu eisini gera, at tað gerst dýrari at fara til handils. Klæði og skógvar kosta tó á leið tað sama sum fyri tíggju árum síðani, og innbúgv og búnýti, køksamboð, kosta minni nú. Sambært vísitalinum, sum er sett at vera 100 í 2005, eru matvørur nú stívliga 120, meira enn 20 prosentstig hægri enn fyri tíggju árum síðani. Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, sigur, at hon fer at biðja allar flokkar tilnevna fólk í bólkin. Ætlanin er, at næsta heyst kemur uppskot í Løgtingið um pensjónsnýskipan. Men semja skal vera fingin næsta vár, sigur landsstýriskvinnan. Eyðgunn Samuelsen sigur, at arbeiðið at gera pensjónsnýskipanina fer at byggja á somu meginreglur sum higartil. Harafturat verður spurningurin viðgjørdur um størri samhaldsfesti í skipanini og hugsast skal eisini um haldføri í búskapinum í framtíðini. Anna Hentze hevði ynskt, at avvarðandi myndugleikar endurskoða og bøta um hølisviðurskiftini, har tað er neyðugt, og at meira ljós verður varpað á klaustrofobi, so at tað sum frálíður gerst minni tabu at tosa um. At leggja fleiri útreiðslur á hvørja lønarkrónu og hækka óbeinleiðis skattatrýstið á løntakaran ger kappingarførið hjá føroyskum arbeiðsgevarum enn verri hjá teimum, sum kappast við arbeiðsgevarar í grannalondunum. Arbeiðsgevarafeløgini í Vinnuhúsinum eru alt annað enn nøgd við ætlanina hjá landsstýrinum at broyta barsilsskipanina, millum annað skal inngjaldið hækka, tí barsilsfarloyvið skal leingjast. Feløgini fingu bara eina viku at gera viðmerkingar um ætlaðu lógarbroytingarnar. Við uppskotinum fær arbeiðsmarknaðurin eina stóra eyka útreiðslu, men hoyringarfreistin var bara ein vika. Arbeiðsgevarafelagið bað um longda freist, men tað bar ikki til. Arbeiðsgevararnir undrast á, at broytingar í barsilsskipanini hava so stóran skund, at tær skulu við í fíggjarlógina fyri 2016. Barsilslógin er broytt í ár. Tí átti at borið til at bíða til 1. januar 2017 við at broyta hana aftur, um hon yvirhøvur skal broytast. Kanska eigur øll barsilsskipanin sum hon er at verða endurskoðað, millum annað við tí endamáli at gera hana liðiligari, so hon hóskar betur til tørvin hjá ymsu foreldrunum, í staðin fyri áhaldandi at gera smáar broytingar við stuttum millumbilum. Tað siga Arbeiðsgevarafelagið, Handverksmeistarafelagið, Prentsmiðjufelagið, Arbeiðsgevarafelagið hjá fíggjarstovnum í Føroyum og Reiðarafelagið fyri farmaskip í hoyringarsvarinum. Mánadagin høvdu Maskinmeistarafelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið fyrsta samráðingarfundin um maskinmeistarar í starvi hjá SEV og IRF. Á fundinum vórðu krøv handað og viðgjørd. Samráðingarnar millum Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Maskinmeistarafelagið og Pedagogfelagið halda fram í næstu viku. Arbeiðsgevararnir halda uppá, at sáttmálin, sum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaraðið gjørdu herfyri, legði støðið viðvíkjandi lønini. Sepp Blatter, forseti í FIFA, sum kortini ikki er virkandi, sigur nú, at tað var skeivt at lata Katar sleppa at skipa fyri HM í fótbólti í 2022. Tað sigur hann við russisku tíðindastovuna, Tass. Í 2010 varð umrøtt, hvørji lond skuldu skipa fyri HM í 2018 og í 2022. Tá var FIFA av tí áskoðan, at Russland átti at skipa fyri HM kappingini í 2018, tí tað hevði landið ongantíð gjørt fyrr. Men so kom politikkur uppí, og tað var Frakland sum fekk trumfað ígjøgnum, at Katar skuldi skipa fyri HM kappingini í 2022 og ikki USA. Sepp Blatter sigur við Tass, at tað var á einum fundi ímillum táverandi franska forsetan, Nicolas Sarkozy og krúnprinsin í Katar, sum nú stjórnar landinum, at broytingin hendi. Eftir ein fund við Michel Platini, nakað seinni, segði Sarkozy, at tað hevði verið eitt gott hugskot at latið Qatar skipað fyri HM í 2022. Tá FIFA nakað seinni atkvøddi um, hvat land skuldi sleppa at skipa fyri HM kappingini í 2022, broyttu fýra evropeiskar atkvøður støðu, og atkvøddu fyri Katar, heldur enn USA. Atkvøðugreiðslan endaði við, at 14 atkvøður vóru fyri Katar og 8 fyri USA. Sepp Blatter leggur aftrat, at um USA hevði fingið æruna at skipa fyri HM kappingini í 2022, so høvdu vit nú bert umrøtt HM kappingina í Russlandi í 2018, og ikki óhepnu støðuna í FIFA. Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum vildi í gjár ikki útgreina nærri, hvat stendur í frágreiðingini, tí landsstýriskvinnan í mentamálum hevur ikki sæð frágreiðingina enn. Tað, sum í seinastuni hevur verið frammi í miðlunum um tíðarkarmin fyri Marknagilsdepilin, hevur elvt til høvuðbrýggj í landsfyrisitingini. Størsti arbeiðstakarin í Marknagilsdeplinum, TG Verk, hevur sagt, at depilin verður ikki liðugur 24. november næsta ár, sum Landsverk annars hevur sagt. TG Verk sigur, at Marknagilsdepilin verður helst liðugur summarið 2017. Í fyrradagin vóru aðalstjórin í Mentamálaráðnum, sum eigur Marknagilsdepilin, og aðalstjóran í Samferðslumálaráðnum, sum varðar av Landsverki, ið er byggiharri, á fundi. Tær eru har gamlar videoupptøkur, ið vórðu gjørdar ymsastaðni í Føroyum fyri mongum árum síðani í bandasavninum hjá Det Danske Filminstitut. Higartil eru sjey stuttfilmar úr Føroyum lagdir á heimasíðuna hjá Det Danske Filminstitut. Filmar, ið vórðu tiknir upp ymsastaðni í landinum. Í upptøkuni niðanfyri eru tveir minuttir av upptøkum, ið vórðu gjørdar í 1927. Sambært Film Centralen sæst á film strimlinum, at upptøkurnar eru frá 1927. Film Centralen hevur eisini fleiri aðrar gamlar upptøkur úr Føroyum í savninum á heimasíðuni umframt hesa omanfyri. Millum annað úr Klaksvík, Kirkjubø og Sandoynni. Fyrstu ferð, henda kvøldseta sá dagsins ljós var í 2010, og sostatt er hetta 6. ferð, tiltakið verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Teir, ið fara at siga frá í ár, eru Max Weihe, Selatrað, Ásfinn Sigvardsen, Gjógv, Djóni Kunoy, Kunoy og Bjørn Kalsø, Syðradalur, Kalsoy. Max Weihe, sum er ættaður av Selatrað og býr á Kambsdali, fer at siga frá um hagapartarnar á Selatrað, Norði í Haga, Grønabergsærnar, Miðjan, omanvert bygdina , gongur suður til Gjógvará, og síðani kemur Heimari Garðhagi og Ytri Garðhagi. Ásfinn sigur frá haganum Sáttarenni við Gjógv og eitt sindur frá tí gomlu tíðini, tá ið hagarnir í Funningi og við Gjógv lógu saman. Djóni Kunoy sigur frá um Skarðdalin, sum er oman fyri Kunoyar bygd, báðumegin Skarðsgjógv, og Bjørn Kalsø nertur í síni frásøgn við hagapartin Fyri heiman Gjónna og Fyri Norðan á Blankskála. Atlantsflog verður rikið sum eitt partafelag, og tað er í løtuni heldur ikki møguligt at seta felagið á fíggjarlógina, sigur Poul Michelsen. Føroysk lesandi uttanlands kunnu søkja Stuðna um ferðastuðul. Stuðulin til lesandi í Danmark er 2400 krónur um árið, meðan stuðulin til lesandi í øðrum evropeiskum londum er 4000 krónur um árið. Lesandi við børnum kunnu harumframt søkja um eyka ferðstuðul til børnini. Tað ber ikki til at broyta eitt ákærurit eftir at dómsviðgerðin í rættinum er byrjað. Tí eigur Levi Mørk, sum var leiðari í Frítíðarskúlanum í Hoyvik og Klubb 188, at verða frídømdur, sigur verjin hjá honum, Christian Andreassen. Á rættarfundinum í gjár boðaði ákærin frá, at ákæruritið var broytt. Nú heldur ákæruvaldið uppá, at ákærdi hevur upplýst skeivt tímatal í lønarseðlunum. Ov nógvir tímar vóru í lønarseðlunum, var uppáhaldið hjá ákæruvaldinum í gjár. Verjin segði, at upprunaliga ákæran var um koturnar í lønarseðlunum, og tað hevði hann fyrireikað seg til og bygt sína verju á. Verjin segði eisini, at tá politiið avhoyrdi skuldsetta um málið, varð hann avhoyrdur um koturnar. Christian Andreassen segði, at tað ber ikki til at broyta eitt ákærurit eftir at dómsviðgerðin er byrjað. Og tí eigur Levi Mørk at verða frídømdur. Heldur rætturin ikki tað, eigur Levi Mørk kortini at verða frídømdur, segði Christian Andreassen, tí hann hevur ikki sent kommununi lønarseðlar við skeivum upplýsingum og kann tí ikki dømast fyri heimildarsvik. Verjin segði eisini, at í einum ákæruriti eigur at vera tilskilað nøkunlunda neyvt, á hvønn hátt, lógarbrotið, sum ákært er fyri, er framt. Í hesum ákæruritinum stendur bara, at ákærdi við skeivum upplýsingum í lønarseðlunum gjørdi, at Tórshavnar kommuna misti 109.000 krónur Og tað er ikki eitt fullfíggjað ákærurit, segði verjin, sum hevði sær nakrar dómar, har ákærd eru frídømd, tí ákæruritið ikki nóg neyvt segði, hvat tey vóru ákærd fyri Vit hoyra brot úr Norksu Løvu, sum Poul Eide skipar. Vit hoyra bókina Skúlating Stinka. Hjørdis Heindriksdóttir týddi og Sofía Nolsøe Mikkelsen fer at lesa fyri okkum. Bókin snýr seg um Stinu, sum gongur í fjórða flokki. Hon ger altíð skúlating. Alt er í fínasta lagi, tá ið hon lesur hart heima, men í skúlanum fløkjast orðini, og alt verður so øgiliga trupult. Hevði pápin bara ikki verið í London, og um mamman bara hevði skilt, hvuusu trupult alt er. Tíbetur er tað ein, sum skilir, og sum dugir væl at leggja ætlanir, og tað er besta vinkonan, Tóna. Dánjal Tavsen ger ljóðmyndina. Men maturin er burturkast, sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan, sum hevur sett forboð fyri, at hann verður settur útum at bera fólki. Handlar mugu handfara mat eftir lógini, sigur Laila S. Jacobsen á Heilsufrøðiligu starvsstovuni, sum verjir avgerðina um at seta teimum forboð fyri at seta matvørur útum at bera øðrum. Tað er av heilsuávum, at Annlis Bjarkhamar gevst í Í menniskjum góður tokki. Enn er eingin settur fyri hana, og ti noyðast tey, sum vænta sær jólahjálp í ar, at bíða eitt sindur aftrat. Atgongumerkini til tey fyrstu sýningarnar av kenda sjónleikinum vórðu skjótt skrædd burtur. Tí vórðu eykasýningar lýstar, og langar bíðirøðir vóru uttan fyri Kunningarstovuna í Havn. Theodor Thomassen letur framvegis væl at, hóast hann er komin so langt upp í árini, men hann hevur onga uppskrift, hvussu lívsleiðin kann gerast so long. Til tess krevst tó ein broyting í almennu byggisamtyktini, tí verður bygt oman á Eik verður bygningurin ov høgur sambært galdandi byggisamtykt. Arbeiðið byrjar tó ikki, fyrr enn nøkur stykki eru seld. Stykkini verða lutað út eftir bíðilistanum og annars sambært vanligum treytum, upplýsir býráðið. Í fíggjarætlanini hjá Tórshavnar kommunu fyri 2016 eru settar av átta milliónir og 750.000 krónur til nýggjan dagsstovn í Kollafirði. Nú var hann aftur í føroyska flotanum, Asbjørn Senior. Nótaskipið varð skrásett í gjár og eigarin er partafelagið Ocean Group Faroes Ltd í Vági. Skipið hevur einki góðkent fiskiloyvi, sambært Teyggjuni. Asbjørn Senior varð í summar seldur til Belis. Eitt skifti fiskaði hann við Móritania, vestan fyri Norðurafrika. Martin Luther var ein úrmælingur. Hann var ein klókur og djarvur maður. Hann stríddist við iva, hvussu og hvar kundi hann finna ein náðigan Guð. Orðini í Rómverjarabrævinum sannførdi hann um ein góðan Guð, sum menniskjan kemur í samband við. Ikki gjøgnum gerningar ella offur, fyri at blíðka ella tekkjast Guði, men við tómum hondum, so sum tú ert. Tórshavnar kommuna væntar 836 milliónir krónur í inntøku næsta ár, 26 milliónir meira enn í ár, hóast skattaprosentið lækkar úr 20,25 prosentum niður 19,75 prosent. Kommunuskatturin er mettur at geva 672 milliónir krónur næsta ár. Býráðið í Havn hevði fyrstu viðgerð av fíggjarætlanini fyri 2016 í gjárkvøldið. Barnafrádrátturin verður framvegis 8.000 krónur. Raksturin hjá Tórshavnar kommunu fer at kosta 641 milliónir krónur næsta ár. Tær eru 625 milliónir í ár. Og 339 milliónir krónur eru settar av til íløgur í fíggjarætlanini fyri 2016. Viðtal er eisini við Bárð Jákupsson, sum hevur skrivað bók um Mikines. Hann hevur fyrr sæð handskrivað handrit av fyrilestri, sum Mikines hevði um Munch. Útvarpsupptøkan er partur av hesum handriti, sum ikki hevur verið prentað í nøkrum riti. Føroya Tele hevur vitað, at filtrið ikki hevur virkað, men tað hevur ikki verið raðfest høgt, og tískil er tað ikki umvælt enn. Kristian Reinert Davidsen er stjóri í Føroya Tele. Vit hoyra nýggju bókina Skúlating Stinka. Hjørdis Heindriksdóttir týddi og Sofía Nolsøe Mikkelsen fer at lesa fyri okkum. Bókin snýr seg um Stinu, sum gongur í fjórða flokki. Hon ger altíð skúlating. Alt er í fínasta lagi, tá ið hon lesur hart heima, men í skúlanum fløkjast orðini, og alt verður so øgiliga trupult. Hevði pápin bara ikki verið í London, og um mamman bara hevði skilt, hvuusu trupult alt er. Tíbetur er tað ein, sum skilir, og sum dugir væl at leggja ætlanir, og tað er besta vinkonan, Tóna. Dánjal Tavsen ger ljóðmyndina. Vit hoyra nýggju bókina Skúlating Stinka. Hjørdis Heindriksdóttir týddi og Sofía Nolsøe Mikkelsen fer at lesa fyri okkum. Bókin snýr seg um Stinu, sum gongur í fjórða flokki. Hon ger altíð skúlating. Alt er í fínasta lagi, tá ið hon lesur hart heima, men í skúlanum fløkjast orðini, og alt verður so øgiliga trupult. Hevði pápin bara ikki verið í London, og um mamman bara hevði skilt, hvuusu trupult alt er. Tíbetur er tað ein, sum skilir, og sum dugir væl at leggja ætlanir, og tað er besta vinkonan, Tóna. Dánjal Tavsen ger ljóðmyndina. Vit hoyra nýggju bókina Skúlating Stinka. Hjørdis Heindriksdóttir týddi og Sofía Nolsøe Mikkelsen fer at lesa fyri okkum. Bókin snýr seg um Stinu, sum gongur í fjórða flokki. Hon ger altíð skúlating. Alt er í fínasta lagi, tá ið hon lesur hart heima, men í skúlanum fløkjast orðini, og alt verður so øgiliga trupult. Hevði pápin bara ikki verið í London, og um mamman bara hevði skilt, hvuusu trupult alt er. Tíbetur er tað ein, sum skilir, og sum dugir væl at leggja ætlanir, og tað er besta vinkonan, Tóna. Dánjal Tavsen ger ljóðmyndina. Vit hoyra nýggju bókina Skúlating Stinka. Hjørdis Heindriksdóttir týddi og Sofía Nolsøe Mikkelsen fer at lesa fyri okkum. Bókin snýr seg um Stinu, sum gongur í fjórða flokki. Hon ger altíð skúlating. Alt er í fínasta lagi, tá ið hon lesur hart heima, men í skúlanum fløkjast orðini, og alt verður so øgiliga trupult. Hevði pápin bara ikki verið í London, og um mamman bara hevði skilt, hvuusu trupult alt er. Tíbetur er tað ein, sum skilir, og sum dugir væl at leggja ætlanir, og tað er besta vinkonan, Tóna. Dánjal Tavsen ger ljóðmyndina. Vit hoyra nýggju bókina Skúlating Stinka. Hjørdis Heindriksdóttir týddi og Sofía Nolsøe Mikkelsen fer at lesa fyri okkum. Bókin snýr seg um Stinu, sum gongur í fjórða flokki. Hon ger altíð skúlating. Alt er í fínasta lagi, tá ið hon lesur hart heima, men í skúlanum fløkjast orðini, og alt verður so øgiliga trupult. Hevði pápin bara ikki verið í London, og um mamman bara hevði skilt, hvuusu trupult alt er. Tíbetur er tað ein, sum skilir, og sum dugir væl at leggja ætlanir, og tað er besta vinkonan, Tóna. Dánjal Tavsen ger ljóðmyndina. Eisini verður práta um uppvøksturin heima á Sandi, tíðina sum lesandi í Íslandi og um umstøðurnar hjá Musikkskúlanum í Havn, har Jónleif starvast í dag. Tey seinastu trý árini hevur Jónleif harumframt skriva teir yvir fjøruti sangirnar, ið nú fara at verða framførdir alment á dramakonsertini Rósa Maria . Barbara í Gongini er búsitandi í Keypmannahavn. Gerandisdagar er hon á verkstaði sínum í Valby, har sniðgevar og skraddarar úr fleiri ymsum londum arbeiða. Í eygleiðandi dokumentarsendingini fylgja vit stillføru og stílskapandi kvinnuni, ið hevur endurnýtslu sum aðalmál í allari framleiðslu. Filtrið, sum Føroya Tele og Vodafone hava, fyri at forða fólki í at vitja heimasíður við barnapornografiskum innihaldi, er bert til pynt, sigur Kristian Eli Zachariasen, sum hevur eina master í KT. Líkt er til, at Ísland hevur vunnið støðu sum nýtt, spennandi filmsland. Teir eru Oscar tilnevndir fyri besta útlendska film, og vinna annað árið á rað norðurlendska filmsprísin. Birgir Kruse hugleiðir um íslendska gjøgnumbrotið. Eisini kommunurnar í VEKS samstarvinum hava fingið ov lítið av pengum frá landinum til eldrasamstarvið. Fýra milliónir mangla í, í mun til hvat eldraøkið veruliga kostar, sigur Heðin Zachariasen, formaður í samstarvinum. Hann leggur leggur tó aftrat, at sparingar ikki eru framdar innan eldraøkið. Ymiskt er, hvussu stendur til í samstørvunum. Í eldrasamstarvinum millum Eystur og Fuglafjarðar kommunur samsvarar upphæddin, sum kommunurnar fáa frá landinum, væl við útreiðslurnar, sigur Jóhan Christiansen. VEKS samstarvið hevur ikki niðurraðfest eldraøkið, men funnið tær fýra millónirnar, sum vænta í, í kommunukassunum, og við at leiga nøkur pláss út til onnur samstørv. Stór partafeløg eru feløg, sum lúka tvær av trimum treyum, og treytirnar eru 143 milliónir krónur í javna, 286 milliónir krónur í nettoumseting og minst 250 fólk í fullum starvi. Vinnumálaráðið hevur sent til hoyringar eina rúgvu av broytingum í partafelagslógini og vinnufelagalógini. Millum annað er eitt brot um máltal og politikk fyri kvinnur í leiðsluni í partafeløgum. Endamálið er at fáa fleri kvinnur í leiðsluna hjá føroyskum fyritøkum, sigur Vinnumálaráðið. Ein onnur broyting er, at 50.000 krónur verða nóg mikið í kapitali til at stovna smápartafelag. Nú er kravið 80.000 krónur Flóttafólkini eru í legum í Libanon. Íslendska flóttafólkanevndin gav í heyst ST boð um, at Ísland var til reiðar at taka fleiri flóttafólk. ST svaraði við upplýsingum um 63 flóttafólk úr Sýria, sum eru í Libanon. 55 teirra, 21 vaksin og 34 børn, yngri enn 16 ár, eru nú boðin til Íslands. Millum tey vaksnu eru rørleggjari, verkfrøðingur, elektrikari, barrvørður og tolkur. Flóttafólkini verða býtt millum kommunurnar, sum vilja taka flóttafólk. Helvtin fer til Akureyrar, hini fara vil Kópavogs og Hafnarfjørðin. Ísland fyrireikar seg væl at taka móti flóttafólki, millum annað fáa tey sálarfrøðiliga hjálp, tá tey eru komin til Íslands. Eftir nýggjár fer Ísland at taka fleiri flóttafólk. Tá sleppa serliga fólk, sum eru í vanda, til Íslands. Í gjár hitti Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis og vinnumálum, Eygló Harðardóttir, vælferðarráðharra í Íslandi. Tey tosaðu um flóttafólkamál og umstøðurnar hjá londunum báðum at taka í móti flóttafólki. Ísland vann annað árið á rað norðurlendsku filmsvirðislønina, Jon Fosse fekk bókmentavirðislønina og Svante Henryson tónleikavirðislønina. Ann Ellefsen, Birgir Kruse og Edvard Nyholm Debess umrøða norðurlendsku virðislønirnar. Sunleif Rasmussen hevru skrivað nýtt verk til Carl Nielsen jubileum, og Bárður Jákupsson greiðir frá um Mikines og fyrilestur, sum nú er komin undan kavi. Nógv kenna ivaleyst trongdina til at halda steðg frá skúla aftaná at hava gingið í 9., 10. ella student. Katharina Dalsgaard Jakobsen hevur tó ikki havt trongd til at taka ein steðg frá skúlanum. Heidi Lindenskóv Róadóttir greiður frá, hvussu hon upplivdi at vera í einum harðligum parlagi. Harafturat greiður hon frá um komandi bókina, ið hon er í holt við at skriva, sum nevnliga snýr seg um harðskap í parløgum. Fyrr í dag spældu dreingirnir móti Svøríki. Eisini her bleiv tað til 0 3 tap. Hetta var tó besti dysturin hjá føroyingum higartil. Stjórnin hjá Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharra, heldur fast um, at stjórnarskipanin, sum nýggja landsstýrið ætlar at gera, skal vera innan fyri ríkisfelagsskapin. Avstigmatisering er evnið á tiltakinum Hamskifti, sum Føroyskir Psykiatriskir Sjúkrarøktarfrøðingar skipa fyri á Reinsarínum í Havn í kvøld. Tann spurningin setur Poul Michelsen, landsstýrismaður, nú Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur sett forboð fyri at bera fólki mat, ið er fairn út um síðsta søludag. Vit hava ábyrgd av, at góður matur kemur til sættis, og ikki verður koyrdur burtur. Her vantar vit og skil, sigur Poul Michelsen, sum var gestur í Degi og Viku í kvøld. Hesaferð tosa vit við 18 ára gomlu Katharinu Dalsgaard Jakobsen, sum lesur á universiteti í Keypmannahavn. Hon fór ov tíðliga í skúla og fór eftir 9. flokk beinleiðis í student. Eftir tað fór hon beint niður til Danmarkar at lesa búskaparfrøði. Okkara Panel, mannað við Barbaru M. Lamhauge, Jóhonnu N. Niclasen og Bjarta Sigmundarsyni, umrøða móta. Til seinast er ein samrøða við Brandur Halgirsson, ið spælir hondbólt í 10. flokki í Týsklandi. Nýggja ferðaætlanin hjá Teistanum tekur við í dag, meðan broytingarnar á Suðuroyarleiðini, Hestleiðini og Skúvoyarleiðini taka við í morgin, sæst á heimasíðuni hjá Strandferðsluni. Nógvur vindur er kring landið fyrrapartin. Veðurstøðirnar hjá Landsverki boða frá, at um níggu tíðina í morgum vóru millum 24 og 42 metrar um sekundi á Gjáarskarði. Á Kambsdali vóru úr 20 uppí 38 metrar um sekundi. Í Steymnesi vóru millum 19 og 39 metrar um sekundi, Norðuri í Sundum í Kollafirði vóru millum 19 og 39 metrar um sekundi, á Høgareyni millum 18 og 35 metrar um sekundi og um Porkerisháls úr 27 uppí 40 metrar um sekundi. Boðað varð frá eldi í einum bakaríði í Saltangará í gjárkvøldið. Sløkkiliðið á Skálafjørðinum fór á staðið, og eldurin varð sløktur. Um trýkorter til ellivu í gjárkvøldið fekk løgreglan boð um, at ein maður var sparkaður í høvdið. Hendingin fór fram á Áarvegnum í Havn. Løgreglan handtók ein mann, ið er undir illgruna fyri at hava sparkað. Maðurin, ið varð sparkaður, fór til kanningar á Landssjúkrahúsinum. Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum sigur, at flokkurin er í løtuni í bíðistøðu, tí nýggja samgongan hevur lovað nógv, men enn er einki hent. Ein spurningur sum fekk drúgva umrøðu, vóru ætlaninar hjá landsstýrinum um at geva fólki skattalætta, men samstundis boða frá, at eingin skal rinda meir í skatti. Hvaðani skulu so pengarnir koma, vildu fólk hava at vita. Samgongan hevur eisini lovað ein nýggjan pensjónsreform, sum nú ikki kemur fyrr enn í fyrsta lagi næsta heyst, og samgongan sigur seg arbeiða við einum fiskivinnureformi, sum eingin fær nakað at vita um. Sum heild hildu fólk á landsfundinum ikki at sitandi samgongu verður langt lív lagað, og tí varð tosað um ein vallista til eitt komandi løgtingsval. 12 fólk komu á vallistan á landsfundinum hjá Miðflokkinum í gjárkvøldið, sigur Jenis av Rana, formaður. Arbeiðsloysið í Føroyum er minkað, og er komið niður á 2,7 prosent, sambært Hagstovuni. Tí er eisini minni at gera hjá Arbeiðsloysisskipanini, sum tí hevur sagt fólki úr starvi. Trý fólk hava fingið hoyringarskriv um uppsøgn, og onnur eru farin niður í tíð, sambært Magna á Deild Olsen, stjóra á ALS. Skotska sjóverjan kannar í løtuni eitt mál um eitt føroyskt skip hevur fiskað innanfyri hetlendska 12 fjórðinga sjómarkið. Tað skrivar Shetland News. Blaðið skrivar kortini ikki hvat skip talan er um. Ein talskvinna fyri skotsku stjórnina váttar fyri Shetland News, at eitt mál verður kannað um eitt føroyskt skip hevur fiskað innanfyri hetlendska markið hósdagin. Nevnding fyri Granskignarráðið hevur gjørt av at seta Anniku Søvará í fast starv sum stjóri á Granskingarráðnum. Tað stendur á heimasíðuni hjá Granskingarráðnum. Annika Sølvará hevur seinastu átta árini verið í tíðaravmarkaðnum starvi sum stjóri á Granskingarráðnum. Fýra umsóknir vóru til starvið Tað hendir alt ov lítið í nýggju samgonguni, og tí eru fólk í iva um hvat samgongan ætlar, var niðurstøðan á landsfundinum hjá Miðflokkinum í gjárkvøldið. Fíggjarætlanin fyri 2016 er løgd fram við tí fyritreyt, at skattaprosentið er 20,5 og barnafrádrátturin krónur 5.000. Nes kommuna hevur havt sama skattaprosent síðani 2006, tá tað hækkaði 0,6 prosentstig frá 19,9 , í sambandi við, at barnaverndarøkið bleiv lagt út til kommunurnar, skrivar Nes kommuna á heimasíðuni. Fíggjarætlanin hjá Nes kommunu fyri 2016 gevur eitt hall uppá 2.9 milliónir kr, sum verður fíggjað við tøkum gjaldføri, lántøku og við at avdráttir verða umfíggjaðir. Nú er avgerð tikin um, at bara fólk sum eru skrásett hjá fólkayvirlitinum, at búgva í Føroyum, og sum doyggja í sínum yrki á sjónum, skulu nevnast á almenna listanum. Í fjør var orðaskifti um, hvør skuldi nevnast, og tað fekk Jógvan Fríðriksson, biskup at kalla saman til fundar í desember í fjør, fyri at fáa greiðu á málinum. Ein nevnd varð sett at endurskoða reglurnar. Nevndina mannaðu manningarfeløgini og reiðarafelagið, umboð fyri Vørn, Mentamálaráðið, Løgmansskrivstovan, kirkjan og sjómansmissiónin. Undan fundinum í dag segði Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, at enn er tað bert landsstýrið sum umrøður fíggjarlógina og ætlaðu broytingarnar, og tí kann hon ikki siga nakað í løtuni. Tá landsstýrið er liðugt við sína viðgerð, verður fíggjarlógin og ætlaðu bvroytingarnar umrøddar í samgonguni. Tí verður neyvan nakað alment at frætta fyrr enn um eina viku, sigur hon. Kristina Háfoss, landsstýriskvinna hevur fyrr sagt, at allar broytingar verða tøkar til aðru viðgerð av uppskotinum til fíggjarlóg, og at onnur viðgerð verður at meta sum fyrsta viðgerð av uppskotinum. Frá klokkan tríkorter til eitt og hálvan tíma fram vóru tríggir bilførarar steðgaðir fyri at hava koyrt ov skjótt. Teir fáa allir klipp í koyrikortið. Tað var fyrrakvøldið, at løgreglan fekk boð um, at ein maður var sparkaður í høvdið. Hendingin fór fram á Áarvegnum í Havn. Maðurin fór til kanningar á Landssjúkrahúsinum. 25 ára gamli maðurin er varðhaldsfongslaður í tríggjar vikur, meðan løgreglan kannar málið, og tí vandi er fyri, at maðurin kann gera meira um seg, um hann verður latin leysur. Vápnahvíldin við kurdiskar bólkar er brotin, fleiri yvirgangsatsóknir hava verið í landinum, og stjórnin hevur sent bumbuflogfør av stað til Sýria, har tey skulu taka lut í stríðnum at niðurberja ISIL. Atfinningarsamar røddir finnast at turkiska forsetanum, Recep Tajip Erdogan, sum var ein av stovnarunum av AKP. Hann verður nú lagdur undir at hava útskrivað valið, tí flokkurin hjá honum, AKP flokkurin, misti meirlutan í juni. Men sambært serfrøðingum, er stórur vandi fyri, at Turkaland, eftir valið í dag, fer at standa í somu støðu, ella um verri er, verður uppaftur meiri syndrað. Erdogan hevur víst, at hann vil gera alt fyri at varðveita valdið. Hann hevur funnið mátar, sum meira ella minni eru í stríð við grundlógina, fyri at varðveita valdið, sigur Svante Cornell, serfrøðingur í turkiskum politikki við Central Asia Caucasus Institute, við the New York Times. Kommunistaflokkurin hevur samtykt, at teir 88 milliónir limirnir í flokkinum, ikki longur mugu njóta góðan mat og drekka, tey mugu heldur ikki misnýta sítt vald, og ikki vera limir í einum golffelag. Í 2004 setti flokkurin forboð fyri at byggja fleiri golfvøllir, men kortini øktist talið av golfvøllum úr 200 upp í 600 frá 2004 til í ár. Myndugleikarnir vilja vera við, at júst golfvøllir eru til ampa fyri rættvísi, og at tað ofta eru fólk sum vilja koma sær fram, ella sum hava vald, ið koma saman á gólfvøllunum, og tað er ikki rætt, hevur kommunistaflokkurin í Kina gjørt av. Í oktober varð ein varaborgarstjóri koyrdur frá, eftir at tað kom fram, at hann hevði spælt golf, samstundis sum hann skuldi havt verið til arbeiðis. Og tað góðtekur kommunistaflokkurin ikki longur. Russiskir kavbátar og herskip amast uppat týdningarmestu samskiftiskaðalunum sum finnast, og tað er amerikanska stjórnin sera misnøgd um, skrivar New York Times. Amerikanskar fregnartænastukeldur og hernaðarkeldur vilja vera við, at Russland fer at gera seg inn á og sløkkja alt samskifti, um ósemja tekur seg upp ímillum londini. Eg kenni meg illa við av tí sum hendir, serliga tá hugsað verður um alt virksemið, sum Rusland er farið undir, sigur ovastin fyri amerikanska herflotan í Kyrrahavinum, Frederik J. Roegge, við blaðið. Stevnan í Doha er 2. 3. november, og stevnan í Dubai er 6. 7. november. Pál Joensen 400 m. frí Leivur Mortensen 400 m. frí Alvi Hjelm 400 m. frí Alvi Hjelm 200 m. blandað Pál Joensen 1500 m. frí Leivur Mortensen 1500 m. frí H71 verjan var avgerandi í dag. Tað gingu góðir níggju minuttir fyrr enn KÍF fekk sítt fyrsta mál. Tá minkaðu kollfirðingar til 1 4. KÍF H71 20 25 8 12 Nicklas Selvig KÍF 8 mál Andrias Nielsen KÍF 4 mál Hans Eli Sigurbjørnsson KÍF 4 mál Peter Krogh H71 8 mál Jónas Djurhuus H71 7 mál Hans Kári Hansen H71 5 mál Støðan 1 H71 6 dystir 12 stig 2 KÍF 6 dystir 8 stig 3 STÍF 6 dystir 6 stig 4 VÍF 5 dystir 6 stig 5 Kyndil 6 dystir 4 stig 6 Neistin 5 dystir 4 stig 7 Team Klaksvík 6 dystir 0 stig Støðan í kvinnukappingini 1 Kyndil 5 dystir 8 stig 2 Neistin 4 dystir 7 stig 3 VÍF 4 dystir 6 stig 4 Stjørnan 5 dystir 3 stig 5 VB 5 dystir 2 stig 6 STÍF 5 dystir 2 stig Prísurin er 6 krónur og 45 fyri kilo. Miðalprísurin hevur verið 6 krónur Hetta er nógv betri prísur enn í Noregi, sum vanligt er at samanbera við. Skipini hjá Varðanum eru liðug at fiska sínar sildakvotur í ár, og makrelurin er um at vera liðugur eisini. Makrelprísurin er góða krónu betri í Noregi enn í Føroyum. Sambært Varðanum er orsøkin, at stórur partur av føroyska makrelinum er summar makrelur. Norðmenn fiska stóran part við nót og kunnu tí selja makrelin til Japans. Uppskot, sum tingið skal viðgera fyri ársskiftið, skulu leggjast fram í seinasta lagi í ovurmorgin. Til ber tó at koma við uppskotum í tingið eftir seinasta framløgudag. Tá krevst, at í minsta lagi 17 tinglimir skriva undir, at tað er í lagi, at málið verður lagt fram. So landsstýrisfólkini fara ofta næstu vikurnar at biðja um undirskriftir frá tingfólkunum, so tey kunnu sleppa av leggja síni lógaruppskot fram. Landsstýrið viðgjørdi leygardagin uppskotið um fíggjarlóg fyri 2016. Tá landsstýrið er liðugt við sína viðgerð, verða fíggjarlógin og broytingarnar hjá landsstýrinum umrøddar í samgonguni. Tá landsstýrið og samgongan eru liðug við fíggjarlógina, verða broytingarnar sendar Fíggjarnevndini, og hon verður biðin um at taka tær við í álit sítt um uppskotið um fíggjarlóg fyri 2016. Landsstýrið skal eisini gera lógir og lógarbroytingar, sum hoyra til fíggjarlógina. Tær vera ikki allar klárar at leggja fram mikudagin, og tí verður neyðugt oftari enn einaferð at fáa í minsta lagi 17 tingfólk at skriva undir seinni í heyst. Løgtingsfundur verður annars seinnapartin í morgin. Tá fer tingið at viðgera eykajáttanarlógina og uppskotið hjá Nýggjum sjálvstýri um, at grønar hitaskipanir, so sum jarðhiti, fjarhiti og sjóhiti til sethús og aðrar bygningar sleppa undan meirvirðisgjaldinum. Uni Næs, dómpróvstur, hevði altartænastuna, løgmaður, Aksel V. Johannesen, bar fram røðu og Tórshavnar manskór sang. Nomið var eisini við, at 70 ár eru liðin síðani Seinni heimsbardagi endaði. Í dag og í morgin er norðhavssildin á skránni, og mikudagin og hósdagin vera samráðingar um svartkjaft. Samráðingarnar eru í Reykjavík. Tá londini samráddust í London í oktober, blivu tey samd um ikki at fiska meira sild næsta ár enn ICES mælir til og umsitingarætlanin sigur. Tilmælið er 317.000 tons. Men londini er als ikki samd um, hvussu hesi tonsini skulu býtast. Føroyar boðaðu frá í 2013, at Føroyar ikki longur góðtaka gamla býtið. Sambært tí eiga Føroyar 5,16 prosent av heildarkvotuni. Viðvíkjandi svartkjaftinum eru londini hvørki samd um heildarkvotu ella býti. Føroyar og ES krevja meira í sín part. Harafturat tók Noreg 120.000 tons, tí ES ikki vildi geva norskum skipum loyvi at fiska svartkjaft í ES sjógvi. ICES mælir til ikki at fiska meira enn 776.000 tons næsta ár. Vit hava vant hart alt summar og hava vunnið allar kappingarnar vit hava luttikið í í Danmark í ár, so vit hava nøkurlunda góðar vónir, við tí fyrivarni at skinnið ikki skal seljast fyrrenn bjørnin er skotin. Hetta sigur Annetta Cecilie Eidesgaard, sum um tvær vikur fer til Lima í Peru, at kappast um heimsmeistaraheitið fyri Coastal rógving, við fimm í hvørjum báti Stirvið løgfrøðiligt mál í vegleiðingini ger ikki lógina um marknaðarføring skilligari hjá teimum, sum brúka lógina. Handiskvinnufelagið mælir tí Brúkaraumboðnum frá at seta vegleiðingina, sum hon nú er orðað, í gildi. Endamálið við vegleiðingini var annars at fáa greiðu á, hvussu handilsvinnan eigur at bera seg at, tá ómaksgjøld verða broytt, og hvørji rættindi, brúkarin hevur, og hvørjar skyldur fyritøkan hevur. Tað er miseydnað sambært Handilsvinnufelagnum. Felagið sigur, at av tí at vegleiðingin er skrivað á heldur stirvnum løgfrøðiligum máli, tykist hon ikki vera vegleiðing, sum serliga er ætlað vinnuligum fyritøkum. Vegleiðingin fer ikki at gera tað lættari hjá vinnuni at halda marknaðarføringarlógina. Vegleiðingin ger tað ikki lættari at skilja lógina. Hon er rætt og slætt ikki nóg brúkaravinarlig. Handilsvinnufelagið biður Brúkaraumboðið um at tilskila júst hvørji feløg ella hvat slag av fyritøkum skulu brúka vegleiðingina. Og Handilsvinnufelagiðið vil eisini hava Brúkaraumboðið at bjóða til hoyringarfund Har verður møguleiki er at greiða frá endamálinum við vegleiðingini og svara spurningum frá vinnuni og hoyra hennara sjónarmið um vegleiðingina. Søgan stendur í stuttsøgusavninum, sum kom út í 1974. Hon er ikki send ella givin út fyrr enn nú 11 okt. 2015. Ingi Hansen hevur arbeitt við verkætlanini í fleiri ár. Hugsanin er at stimbra grundrørslurnar, tí hesar hava stóran týdning fyri børnini. Eitt nú verða evnini at hugsavna seg nógv ávirkað, um grundrørslurnar ikki eru nóg góðar, sigur Ingi Hansen Sonja Jógvansdóttir, fyrrverandi tingkvinna fyri Javnaðarflokkin gevur nú ilt av sær. Hon heldur, at samgongan tekur ov langa tíð um at lyfta fátøku børnini úr fátækraváða. Hon er eisini bangin fyri, at uppskotið, sum Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, arbeiðir, við ikki verður nøktandi. Guðrun og Guðrun hava í nøkur ár leigað húsið, sum kommunan keypti frá BankNordik. Smápartafelagið Guðrun og Guðrun vil halda fram í húsinum. Fyri einum mánað síðani samtykti býráðið eftir tilmæli frá Fíggjarnevndini at selja Guðrun og Guðrun húsið fyri tvær milliónir krónur. Tað er treytað av, at undantaksloyvi fekst frá Kommunala eftirlitinum. Men Kommunala eftirlitið sigur nei. Húsið skal seljast í almennum útboði. Kommunala eftirlitið gevur ikki undantak, tí í hesum førinum eru eingi serlig viðurskifti, sum tala fyri, at seljast kann uttan alment útboð. Heilsu og Innlendismálaráðið, har Kommunala eftirlitið nú er, heldur ikki, at kravið um alment útboð fer at forða søluni óneyðugt. Heldur ikki hava Guðrun og Guðrun so serligt tilknýti til húsið, at onnur ikki skulu hava møguleika at bjóða upp á tað, sigur Kommunala eftirlitið. Tórshavnar býráð treytaði sær forkeypsrætt til húsið, ið stendur í gongugøtuni í Havn, um Guðrun og Guðrun ætlaðu at selja tað aftur. Saman við unnustanum, byggir Sóleyð Klettskarð í Kongsstovu nýggj sethús í heimbygdini Haraldssundi. Samstundis harmast hon um, at tað gongur so striltið hjá fólki at fáa lán at byggja hús í útjaðaranum. Sóleyð, sum er bygdaráðslimur í Kunoyar Kommunu, heldur, at peningastovnarnir og fíggjarmálaráðið gera tað trupult hjá útjaðaranum. Hjúnini Majken og Ragnar Ludvig, sum bæði eru av Tvøroyri, hava júst keypt eini seks ára gomul sethús í Haraldssundi, og familjan trívist væl í bygdini. 88 ára gamla Osla Heinesen var bara fimm ára gomul, tá hon kom til Haraldssund at ferðast, eftir at pápin doyði frá konu og níggju børnum. Osla varð verðandi í Haraldssundi, og í sendingini greiðir hon frá, hvussu illa henni longdist ta fyrstu tíðina. 25 ára gamli Rasmus Magnusson, vanliga nevndur Rasmus í Haraldssundi, hevur nógv kríatúr og hann hevur ógviliga stóran áhuga fyri seyði. Fyri meg er hetta tað sama sum Premier League er fyri tey, ið hava stóran áhuga fyri fótbólti , sigur Rasmus. Mamma Rasmus, Hanna Ovadóttir, gangnýtir alt av seyðinum, uttan gor og gall, sum hon sjálv tekur til. Meðan vit vitja, ger Hanna rullupylsu, og nú flett er, ger hon eisini nógva kjøtpylsu. Brandur Klettskarð í Kongsstovu greiðir í sendingini frá ymsum viðurskiftum í Haraldssundi. Millum annað frá teimum trimum býlingunum í bygdini. Hann harmast um ógvisliga grótbrotið, sum er útsýnið hjá bygdini beint hinumegin sundið. Teir báðir tunlarnir í Fuglafirði verða seldir Bergfrosti fyri sjey milliónir krónur. Tað samtykti býráðið í síðstu viku. Og tí endar málið har, sum tað byrjaði. Í mars samtykti meirilutin í Fuglafjarðar býráði at selja goymslutunlarnar til Bergfrost fyri sjey milliónir krónur uttan at bjóða teir út. Men býráðið fekk ikki undantaksloyvi til hetta frá Kommunala eftirlitinum. Hálvan september samtykti býráðið at lýsa goymslutunlarnar og gongdina millum teirra alment til sølu. Eittans boð kom, tað átti Bergfrost. Tað boðið var sjey milliónir krónur. Og nú hevur meirilutin í býráðnum í Fuglafirði eina ferð enn samtykt at selja Bergfrosti tunlarnar báðar fyri sjey milliónir krónur. Minnilutin í býráðnum, og í honum er borgarstjórin, helt, at kommunan átti at krevja minst 20 milliónir krónur fyri tunlarnar, tí tað eru teir verdir, og tað høvdu teir kostað, skuldu teir gerast í dag. Tunlarnir eru 7.362 fermetrar og 30.350 rúmmetrar. Írskir loftferðslumyndugleikar góðkendu flogfarið í mai. Ein talsmaður fyri írsku loftferðslumyndugleikarnar sigur, at øll loyvi vórðu kannað, og alt vísti seg at vera í lagi. Flogfarið hjá russiska flogfelagnum Kogalymavia hevði kós móti Sankta Pætursborg, tá vanlukkan hendi. Flogfarið hevði bert verið á flogi í umleið ein hálvan tíma. Flogfelagið vísir aftur, at teknisk brek vóru atvoldin til vanlukkuna, og at motorarnir á flogfarinum vórðu kannaðir 26. oktober. Tá vórðu eingi brek staðfest. Síðani vanlukkuna leygardagin hava fleiri altjóða flogfeløg boðað frá, at tey vilja ikki flúgva yvir Sinai hálvoynni, til staðfest er, hví flogfarið datt niður. Teirra millum eru Air France KLM og týska Lufthansa. Tey eru Týskland og tey fimm londini, sum manna føstu sessirnar í ST trygdarráðnum. Khamanei gav samstundis boð um, at avtalan verður sett í verk eftir ávísum treytum. Atomavtalan skal forða fyri, at Iran fer at gera kjarnorkuvápn, og hon hevur longu havt stóran týdning fyri iranska búskapin. Altjóða tiltøkini móti Iran eru linkað, men Khamanei hevur kravt, at tey verða sett úr gildi alt fyri eitt. Iranski leiðarin legði eisini dent á, at Iran fer ikki at sleppa ætlanini um at goyma ríkað uran, fyrr enn eitt hernaðarligt stríðsevni í umstríddu avtaluni er loyst. Ætlanin er at seta altjóða tiltøkini móti Iran úr gildi í hesum árinum. Lurta eftir sendingini, og fá at vita hvussu føroysk børn mennast málsliga, og hvat tað fyrsta orðið er, sum føroysk børn duga at siga. Á Herberginum hava tey í fleiri ár hevur fingid útflýggjað ókeypis mat frá handlum. Men tad skal gerast undir skipaðum viðurskiftum, heldur leiðarin har. Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Kristina Háfoss, er samd við kommunurnar um, at fíggingin, sum kommunurnar fáa fyri at yvirtaka eldrøkið, ikki er nøktandi. Allir skúlar í Sunda kommunu verða savnaðir í Skúlan við Streymin, sum byrjar eftir summarfrítíðina næsta ár. Í skúlanum vera 286 næmingar í fyrsta til tíggjunda flokki og 23 lærarar í føstum starvi. Fólk, sum ikki góðtaka, at skúlarnir í Hósvík, Hvalvík, Haldórsvík, við Norðskála, á Oyri og Felagsskúlin á Oyrarbakka verða lagdir niður næsta summar, kunnu biðja um fólkaatkvøðu um avgerðina hjá býráðnum í Sunda kommunu um nýggjan skúlabygnað í kommununi. Tað kunngjørdi Sunda kommuna tann 21. oktober. Í minsta lagi 30 prosent av veljarunum í einum skúlaumdømi kunnu krevja fólkaatkvøðu um avgerðina at leggja skúlan niður. Tað skal gerast í seinasta lagi ein mánað eftir 21. oktober. Strandfaraskip landsins boða frá, at nú er so langt síðani, at nýggja ferðaseðlaskipanin varð tikin í nýtslu, at tíðin er komin at taka tey gomlu 10 túra klippikortini av. Virði undir 50,00krónurverður ikki endurgoldið. Klippikortini verða endurgoldin fram til 31.desember. Eftir tann dagin fellur virðið burtur. Hann kundi finna upp á at siga ymiskt, sum hann annars aldrin hevði sagt. Til dømis tá vit høvdu verið úti og vóru komin heimaftur, kundi hann finna upp á at spyrja meg, hví eg hevði sagt okkurt ávíst. Soleiðis byrjaði tað. Tað sigur Alma Olsen, tá hon greiðir frá tíðarskeiðinum fyri átta árum síðani, tá maður hennara, Heri á Lava Olsen, bleiv sjúkur. Men Heri gloymdi ikki. Hann var bara blivin annarleiðis, hevði onkrar ristingar, var veikur og broytti persónligheit, sigur Alma Olsen, sum leingi var í iva um, hvørt talan var um Alzheimers ella ikki. Nøkur ár eftir, at Alzheimers varð staðfest, kundi læknin á Ríkissjúkrahúsinum við vissu siga, at talan var um eina heilt serstaka parkinsonsjúku. Pensjónistatilveran bleiv ikki so, sum vit høvdu ímyndað okkum, og hóast tað er svárt, og saknurin er stórur, so havi eg nógv at vera takksom fyri. Og eg hvíli í trúnni og vitanini um, at eg og Heri síggjast aftur ein dag, sigur Alma Olsen. Í Vegamótinum greiðir Alma Olsen frá tíðini, tá maðurin var sjúkur, og hvussu hon hóast sjúkunua hyggur aftur á seinastu árini sum eina góða tíð. Skotska fiskiveiðieftirlitið bað í síðstu viku føroyska fiskiveiðieftirlitið biðja allar føroyskar skiparar um ikki at fiska innan fyri bretska 12 fjórðinga markið. Mikudagin í síðstu viku fekk skiparin á einum føroyskum nótaskipi, sum fiskaði makrel í ES sjógvi, boð um at fara út um 12 fjórðinga markið við Hetland. Skiparin segði, at teir róku inn um markið, meðan teir pumpaðu fisk umborð. Skotska fiskiveiðieftirlitið sigur, at tað er eisini forboðið at pumpa fisk umborð innan fyri 12 fjórðinga markið. Skiparar á føroysku skipunum eiga eisini at ansa eftir, at skip teirra ikki rekur inn um markið. Føroysk skip, sum fiska ella pumpa fisk umborð innan fyri bretska 12 fjórðinga markið, verða tikin, vóru boðini úr Skotlandi hósdagin. Fiskimenn í Hetlandi vóru í øðini, tá teir frættu um føroyska skipið, sum var innan fyri 12 fjórðinga markið. Fiskiveiðieftirlitð í Føroyum sendi alt fyri eitt boðini úr Edinburg víðari til felagið Nótaskip, sum skuldi geva skipunum boðini. Størri kostnaður er í høvuðsheitum orsøkin til, at úrslitið er heldur lakari í ár, sigur Regin Jacobsen, stjóri, í tíðindaskrivi, Bakkafrost sendi út í morgun. Allar deildirnar hjá Bakkafrosti góvu avlop í triðja ársfjórðingi. Bakkafrost væntar at taka 50.000 tons av laksi í ár og 48.000 tons næsta ár. Fyri stuttum boðaði SAS frá, at felagið fer at flúgva úr Keypmannahavn til Íslands hvønn dag frá mars næsta ár. Sunnudagin byrjaði British Airways flúgving millum Heathrow og Keflavik. Ætlanin er at flúgva alt árið. Um summarið flúgva 14 flogfeløg millum Keflavík og onnur lond. Men nøkur flogfeløg flúgva alt árið, so sum Norwegian, easyJet og Flybe. Loysinga punk rokkbólkurin 200 spældi fríggjakvøldið sína fyrstu konsert undir nýggja landsstýrinum, har bæði Tjóðveldi og Framsókn eru umboðað. Konsertin var í Tøting í Syðrugøtu. Birna Mørkøre, landsdjóralækni, sigur, at kanningarnar higartil vísa, at virusið er ikki komið til Føroya. Men enn kunnu tey ikki siga við vissu, at VHS virusið ikki er komið til landið, tí allar royndirnar verða ikki lidnar fyrr enn um eina viku ella so. VHS virus varð staðfest hjá rognkelsum á einari íslendskari alistøð, sum hevur útflutt rognkelsi til alibrúk í Føroyum. Íslendski myndugleikin boðaði landsdjóralæknanum frá tí mikudagin í farnu viku. Tilbúgvingarbólkur varð settur beinanvegin. Bólkurin skal eftirkanna um innflutt rognkelsi kunnu hava borið VHS virus við sær til Føroyar, forða fyri at møgulig VHS virus spjaðir seg og fyrireika eina møguliga niðurberjing. Eisini arbeiða føroyska alifyritøkan og teirra djóralækni við at greiða støðuna nærri. Tikin eru áleið 200 sýni. Tað tekur nakrar dagar at fáa úrslitini frá hesum, møguliga upp til tvær vikur, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan á heimasíðuni. Úr Íslandi er upplýst, at rognkelsini, talan er um, eru vill rognkelsi, sum eru tikin á alistøðina til at strúka. Harumframt er VHS virus ávíst í øðrum rognkelsum í somu høll, sum tey nevndu. Helst hava villu rognkelsini smittað tey rognkelsið, sum vóru á støðini frammanundan. Í Íslandi hevur myndugleikin kravt, at øll rognkelsi á alistøðini har VHS virus er staðfest, verða tikin av beinanvegin. Harumframt eru tey við at kanna eina aðra alistøð, sum hevur fingið gitin rogn frá VHS virus raktu alistøðini. Henda alistøð er fyribils stongd, soleiðis at hon sleppur ikki at flyta rognkelsi av alistøðini, fyrr enn vissa er fingin fyri, at tey ikki hava fingið VHS virus á alistøðina. Sjúkan er mest kend fyri at raka ald síl. Eisini eru fleiri kendir tilburðir, um at sild verður rakt av sjúkuni. Annars kann virus eisini staðfestan hjá eini røð av bæði aldum og villum fiski, úr feskvatni og sjógvi. Aldur laksur kann eisini fáa smittuna, men hetta er tó sera sjáldsamt. VHS virus smittar ikki fólk. Tað er ikki loyvt, at taka villan fisk og koyra hann beinleiðis í eitt alibrúk við laksi. Villi fiskurin skal takast inn á góðkenda alistøð til at strúka. Allur foreldrafiskur skal kannast fyri eina røð av smittuevnum, harímillum VHS. Gitnu rognini skulu sóttreinsast. Alistøðin skal vera innrættað soleiðis, at skilnaður er millum foreldrafisk, gitin rogn og yngul, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan á heimasíðuni. Okkurt er batnað á medisinsku deildunum. Men nógv er eftir at gera enn. Og flyta sergreinar av einari ovfyltari deild á aðra ovfylta deild er eingin loysn. 25. september segði Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar, at eru arbeiðsumstøðurnar á B6 á Landssjúkrahúsinum ikki vorðnar betri tann 1. november, kann felagið ikki loyva limum sínum at arbeiða har. Nú skriva vit 3. november, og limirnir hjá Óluvu í Gong arbeiða framvegis á B6. Hóast ikki er komið á mál, hevur Landssjúkrahúsið ikki fingið nýggja freist frá felagnum. Sjúkrarøktarfrøðingar rýma undan arbeiðsbyrðuni. Felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum hevði av álvara mist tolið við leiðsluni á Landssjúkrahúsinum og gav henni freist til 1.november at loysa málið. Nú fara vit at hoyra um tað at vera orðblindur. Vit hava í Barnaútvarpinum í seinastuni hoyrt eina søgu í seks pørtum um eina gentu, sum upplivir, at tá ið hon skal lesa hart í flokkinum, fløkjast orðini og alt verður so øgiliga trupult. Nú vilja vit hoyra meira um evnið orðblindur. Annika Marr Poulsen er lærari í skúlanum á Fløtum, og hon fer at greiða frá. Í barnaútvarpinum hoyra vit um tað at vera orðblindur, Annika Marr Poulsen og Rasmus Magnussen fara at greiða frá. Men fyrst fer Annika at vera lærari hjá Elini og Jonnu. Danskir myndugleikar at eiga leggja uppí, nú ein frágreiðing vísir, at børn í Norðurgrønlandi eru fyri vansorgan, kynsligari misnýtslu og ganga svong. Tað sigur Søren Espersen, framsøgumaður hjá Danska fólkaflokkinum í grønlendskum málum. Barnarættindastovnurin í Grønlandi, MIO, hevur skrivað frágreiðingina. Frágreiðingin vísir, at børn eru fyri kynsligari misnýtslu, bæði smábørn og stór børn ganga svong, og tey eru eisini fyri harðskapi, sum ikki fær nakrar avleiðingar. Søren Espersen sigur, at hann hevur ikki álit á, at grønlendsku myndugleikarnir eru førir fyri at loysa málið. segði Søren Espersen við danska kringvarpið fyrr í morgun. Hann heldur, at støðan er so vánalig, at málsøkið børn eigur at verða tikið frá grønlendskum myndugleikum fyribils, og at danski ráðharrum í barnamálum, Ellen Thrane Nørby, skal umsita tað. Grønland brýtur altjóða barnasáttmálan, viðurkennir Aaia Chemnitz Larsen, sum nú umboðar flokkin IA í fólkatinginum. Hon hevur fyrr verið barnatalskvinna í Grønlandi. Aaia Chemnitz Larsen eftirlýsir, at okkurt verður gjørt. Frágreiðingin vísir eisini, at myndugleikarnir alt ov sjáldan leggja uppí, hóast teir eru kunnaðir um støðuna. Martha Lund Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, sigur, at hon er farin undir eina tilgongd at loysa trupulleikan, og at neyðug orka verður sett av á eftirlitsøkinum næsta ár. Hon sigur, at hetta er fyrstu ferð, at barnatalskvinnan hevur verið í smáu bygdunum og kannað støðuna. segði Martha Lund Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, við danska kringvarpið fyrrapartin. Brúkaraumboðið, Rannvá Ragnarsdóttir, hevur í løtuni onga viðmerking um atfinningarnar hjá Handilsvinnufelagnum um vegleiðingina hjá Brúkaraumboðnum um ómaksgjøld, sum hevur verið til hoyringar í Vinnuhúsinum. Rannvá Ragnarsdóttir sigur, at tey fara fyrst at viðgera hoyringarsvarið hjá Handilsvinnufelagnum, áðrenn hon sigur nakað um tað, millum annað, um vegleiðingina skal skrivast av nýggjum, so handilsfólk skilja hana. Handilsfólk fáa ikki nógv burtur úr at lesa vegleiðingina hjá Brúkaraumboðnum um ómaksgjøld. Stirvið løgfrøðiligt mál í vegleiðingini ger ikki lógina um marknaðarføring skilligari hjá teimum, sum brúka lógina. Handiskvinnufelagið mælir tí Brúkaraumboðnum frá at seta vegleiðingina, sum hon nú er orðað, í gildi. Endamálið við vegleiðingini var annars at fáa greiðu á, hvussu handilsvinnan eigur at bera seg at, tá ómaksgjøld verða broytt, og hvørji rættindi, brúkarin hevur, og hvørjar skyldur fyritøkan hevur. Men tað er miseydnað sambært Handilsvinnufelagnum. Felagið sigur, at av tí at vegleiðingin er skrivað á heldur stirvnum løgfrøðiligum máli, tykist hon ikki vera vegleiðing, sum serliga er ætlað vinnuligum fyritøkum. Vegleiðingin fer ikki at gera tað lættari hjá vinnuni at halda marknaðarføringarlógina. Vegleiðingin ger tað ikki lættari at skilja lógina. Hon er rætt og slætt ikki nóg brúkaravinarlig. Nøkur feløg í Vinnuhúsinum hava havt vegleiðingina til ummælis. Tey eru á einum máli um, at ilt er at meta um, júst hvørji kundasambond vegleiðingin umfatar. Talan er um limir í Samskifti, Ferðavinnufelagnum, KT felagnum og Handilsvinnufelagnum. Og Handilsvinnufelagiðið vil eisini hava Brúkaraumboðið at bjóða til hoyringarfund. Har skal vera møguleiki at greiða frá endamálinum við vegleiðingini og svara spurningum frá vinnuni og hoyra hennara sjónarmið um vegleiðingina. Vegleiðingin, sum er 17 síður, er um grein 15 í lógini um marknaðarføring, sum er um møguleikan at broyta ómaksgjøld ella áleggja nýggj ómaksgjøld. Reyði krossur og Háskúlin royna annað árið á rað samstarv, nú næmingar á skúlanum reka handilin í eina viku. Næmingarnir hava ábyrgdina av øllum. Tað vil siga, at tey hava eitt nú valt klæðini, sum eru í handlinum og standa fyri søluni og dagliga virkseminum í handlinum á Bryggjubakka. Á henda hátt læra næmingarnir nakað um, hvussu tað er at reka handil, men eisini um fyrimunirnar við endurnýtslu av klæðum, hvussu nógv klædnaframleiðsla dálkar og so framvegis, samstundis sum tey, ið vanliga reka Reyða kross handlin fáa frí. Í næstum fáa umleið 300 føroyingar, sum fáa útgjald frá danskari eftirlønarskipan, bræv og oyðublað frá danska skattamyndugleikanum, skrivar TAKS á heimasíðuni . Orsøkin er broytingin í tvískattasáttmálanum, sum varð sett í gildi 1. januar í ár, snýr seg um skatting av eftirlønum, tó bara um viðurskiftini millum Føroyar og Danmark. Broytingin snýr seg um tvey nýggj undantøk til høvuðsregluna, annað er, at er eftirlønin skattað við inngjald, verður hon ikki skattað av nýggjum við útgjald, og hitt undantakið er burtursíggingarrætturin. Um eitt land hevur givið frádrátt fyri egið inngjald ella arbeiðsgevarainngjald, kann hetta land skatta eftirlønina við útgjald. TAKS vil heita á teir persónar, sum hava fingið eitt tílíkt bræv frá SKAT, um at venda sær til TAKS. TAKS kann veita váttan, um frádráttur fyri egið inngjald ella arbeiðsgevarainngjald ikki er veittur í Føroyum. Oyðublað og váttan skal sendast aftur til SKAT í Danmark, so at eftirlønin ikki eisini verður skattað har. Suðuri á Sperm, Neytakonustíggjur og á Tungu eru nøkur av nógvu staðarnøvnunum. Nøvnini verða skrásett talgilt og tøk hjá borgarum, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni. Hetta er umráðandi partur av okkara mentanararvi, sum er um at fara í gloymskuna. Alneyðugt er at fáa hann skrásettan og varðveittan, og tað er hetta, sum nú verður gjørt, sigur Gunnar Djurhuus, økissamskipari í Tórshavnar kommunu. Staðbundna nevndin í Kollafirði skipaði í síðstu viku fyri bygdafundi á Kollafirði 30 kollfirðingar vóru á fundinum, sum er liður í arbeiðinum at seta ferð á skrásetingina í økinum. Nils Absalonsen er ein av fýra bóndum, sum á kjakfundi í Norðurlandahúsinum hugleiða um sínar royndir við seyðahaldi, hvussu seyðahald kann mennast, og hvussu tað fer at síggja út í framtíðini. Kjakfundurin er partur av tiltakinum VITSKA, sum er samstarv millum Fróðskaparsetur Føroya og Norðurlandahúsið. Hesa ferð er Búnaðargrunnurin eisni við sum samstarvsfelagi. Ferðafólk sum sigla við Teistanum, mugu brynja seg við toli. Verðandi skipan, har tú keypir ferðaseðil á dekkinum, heldur fram í ó ásetta tíð, tí landsstýrismaðurin í samferðslumálum hevur onga loysn í løtuni. Skipanin við ferðaseðlamaskinuni, sum stendur føst á dekkinum, riggar illani, tí hon seinkar fráferðina hjá Teistanum úr Skopun alt ov nógv í mun til fyrr, tá ein av manningini við maskinuni uppi á sær kundi fara í land at krevja ferðaseðil inn. Tað kann í einstøkum føri taka upp í einar 3 til 4 minuttir at avgreiða bara ein bil við ferðaseðlamaskinuni og so kann lesarin hugsa víðari tá einir 25 bilar standa í kø eins og ferðafólk skulu gjalda ferðaseðil. Tað skrivar Sandportalurin. Ósemja er í samgonguni um nýggju Nólsoyarferjuna. Ferjan skal ikki útsetast í seks ár, heldur Annita á Fríðriksmørk, forkvinna í tingbólkinum hjá Tjóðveldi. Hetta er besta loysnin, skulu vit fáa nýggj høli nú, sigur Edvard Heen stjóri. Almannaverkið húsast i løtuni í trimum ymiskum bygningum i býnum. Børn við serligum tørvi fáa ikki stuðul til koyring til og frá viðgerðum, um tey ikki eru partur av skipanini hjá Almannaverkinum. Hetta ger at fleiri børn ikki fara til allar tær viðgerðirnar, sum tey hava tørv á. Soleiðis sigur Súsanna Maria Hansen, ergoterapeutur. Tað stendur í uppskotinum, sum Henrik Old, landsstýrismaður, hevur latið løgtinginum. Lógarbroytingin skal sambært uppskotinum koma i gildi á nýggjárinum. Sambært uppskotinum verður barsilsfarloyvið hjá ættleiðingarforeldrum longt úr 46 vikum upp í 52 vikur, og sostatt er komið á mál hjá ættleiðingarforeldrum. Aftrat hesum verður skipanin broytt soleiðis, at tær báðar vikurnar, sum pápin eftir galdandi lóg kann lata mammuni, verða markaðar til pápan. Tað merkir, at pápin ikki longur kann lata mammuni part av sínum markaða barsilsfarloyvi. Tíðarskeiðið, foreldrini kunnu býta sínámillum, verður longt úr 20 vikum upp í 26 vikur. At fíggja tær 13,7 milliónir krónurnar, sum broytingin í Barsilsskipanini verður mett at kosta, verður skotið upp hækka gjaldið, sum bæði løntakarar og arbeiðsgevarar rinda til skipanina 0,09 prosentstig úr 0,62 prosentum upp í 0,71 prosent. Mentamálaráðið hevur gjørt fólki í Sunda kommunu greitt, at sama um tey vilja hava fólkaatkvøðu um skúlarnar, sum skulu leggjast niður, hevur úrslitið ongan týdning. Tað sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum, í Skúlablaðnum . Mentamálaráðið hevur lýst leyst starvið sum skúlastjóri í nýggja Skúlanum við Streymin. Herálvur Jacobsen sigur, at Lærarafelagið í farna mánað gjørdi Mentamálaráðið vart við, at møgulig fólkaatkvøða um skúlaviðurskiftini eigur at vera avgreidd fyrst, áðrenn starvið sum skúlastjóri verður lýst leyst. Við at lýsa eftir skúlastjóra nú er boðskapurin frá Mentamálaráðnum til fólk í Sunda kommunu greiður, sigur formaðurin í Lærarafelagnum. Ein møgulig fólkaatkvøða hevur ongan týdning. Hetta kann ikki annað enn tulkast sum ein háðan móti demokratiska rættinum hjá fólki í Sunda kommunu, og samstundis ein háðan móti okkara limum, sum verða tiknir gíslar, sigur Herálvur Jacobsen. Allir skúlar í Sunda kommunu verða savnaðir í Skúlan við Streymin, sum byrjar eftir summarfrítíðina næsta ár. Í skúlanum vera 286 næmingar í fyrsta til tíggjunda flokki og 23 lærarar í føstum starvi. Fólk, sum ikki góðtaka, at skúlarnir í Hósvík, Hvalvík, Haldórsvík, við Norðskála, á Oyri og Felagsskúlin á Oyrarbakka verða lagdir niður næsta summar, kunnu biðja um fólkaatkvøðu um avgerðina hjá býráðnum í Sunda kommunu um nýggjan skúlabygnað í kommununi. Tað kunngjørdi Sunda kommuna tann 21. oktober. Í minsta lagi 30 prosent av veljarunum í einum skúlaumdømi kunnu krevja fólkaatkvøðu um avgerðina at leggja skúlan niður. Tað skal gerast í seinasta lagi ein mánað eftir 21. oktober. Landið játtaði upprunaliga 31,5 milliónir krónur í studningi og rentufríum láni, tá Sørvágs og Vága kommunur í 2014 yvirtóku heimið. Nú heimið skal umvælast, siga kommunurnar, at umvælingin fer at kosta kosta 10 milliónir meira, altso omanfyri 40 milliónir krónur. Kommunurnar søktu 30. september Fíggjarmálaráðið og Almannamálaráðið um, at landið rindar helvtina av teimum 10 milliónunum, og at kommunurnar sjálvar rinda hinar fimm milliónirnar. Landsstýriskvinnurnar, Kristina Háfoss og Eyðgunn Samuelsen, vísa á, at tað stendur longu í avtaluni, at møguligar meirútreiðslur eru landskassanum óviðkomandi, og tí fáa kommunurnar ikki meira pengar úr landskassanum. Er tað ov tíðliga at pynta til jóla fyrst í november Tað eru tað ymsar meiningar um, men í morgunsendingini vildu tey ikki oyðileggja jólahýrin. Tí hildu tey jól eina løtu, har jólafjepparin Mirjam Pætursdóttir vitjaði í útvarpsstovuni, sum var pyntað við ljósum, jólapynti og granni til dagsins høvi. Býráðið setti sær fyri at seta íverksetan á breddan og geva góðum hugskotum bestu sømdir at vaksa. Í fyrstu atløgu var talan um 2 ára royndartíð. Nú liggur í kortunum, at tænastan verður longd tvey ár soleiðis, at hon verður verandi til 1. apríl 2018. Landsstýriskvinnan í almannamálum hevur eina málsliga rætting í lógini um arbeiðsfremjandi tiltøk, um pengar til fólk, sum eru yngri enn 25 ár. Landsstýriskvinnan í mentamálum biður tingið broyta lógina um gymnasialar miðnámsútbúgvingar. Skotið verður upp, at til ber at hava fleiri enn níggju próvtøkur fyri tey, sum velja fleiri A stig, enn kravt er, fyri at sleppa undan at vita nøkunlunda frammanundan, hvørjar lærugreinar verða tiknar út til próvtøku. Løgmaður hevur lagt fram uppskot um ríkislógartilmæli um at broyta reglurnar í rættargangslógini, so videoavhoyring eisini kann brúkast, tá 13 og 14 ára gomul børn verða avhoyrd um siðabrotsverk, blóðskemd ella harðskap í familjuni. Í galdandi lóg er hetta bara galdandi fyri børn 12 ár ella yngri. Eisini skulu ung undir 18 ár í serligum førum kunna videoavhoyrast í staðin fyri at geva frágreiðing beinleiðis í rættarsalinum. Einki uppskot kom frá andstøðuni á tingfundinum í gjár. Føroyski saltfiskaídnaðurin er aldargamal, men meðan tey í eitt nú Spania hava hundraðtals saltfiskarættir, so hava vit í Føroyum bara ein saltfiskarætt, har fiskurin verður kókaður og borðreiddur við hvítari sós. Føroyingar hava etið fyri at blíva mettir. Hetta er við at broytast við gourmetmatstovunum, vit hava fingið, har eitt nú fiskamatstovan Barbara hevur ein saltfiskarætt á matarlepanum, sigur Rói Egholm, sum í 29 ár hevur arbeitt við fiskaútflutningi og serliga saltfiski. Hann fer í kvøld at halda fyrilestur um føroysku saltfiskasøguna í SMS. Hetta er tann seinna av tveimum sendingum við vælumtóktu kanadisku Diana Krall, sum spælir klaver og syngur við sínum jazzbólki og saman við strúkarum. Talan er um meira og minni kendar jazz sangir av plátuni When I Look In Your Eyes frá 1999 og sum árið eftir vann tvær Grammy virðislønir. Í fyrru sendingini hoyrdu vit seks sangir av tí plátuni. Í hesi sendingini hoyra vit teir írestandi sjey sangirnar á plátuni When I Look In Your Eyes. Lagt til rættis Arnold Ludvig. Meðan lærarar í fólkaskúlanum halda, at nýtslan av fartelefonum í fólkaskúlanum eigur at verða avmarkað, halda næmingar, at tað kann vera eitt sindur keðiligt. Næmingarnir skilja kortini, at tað kann vera gagnligt at brúka fartelefonina minni í skúlanum. Fartelefonir í føroyska fólkaskúlanum er evnið í hesi fyrstu sendingini, Anno 2015, hjá útvarpinum hósmorgnar klokkan 10 05 í vetur. Vit høvdu vónað at fingið tveir triðingar av teimum 4.600 spurnarbløðunum aftur, ella á leið 700 fleiri enn vit hava fingið, tí tað hevði gjørt kanningina neyvari, sigur Pál Weihe, formaður í Fólkaheilsuráðnum. Men tað ber framvegis til at senda spurnarblaðið aftur, sigur formaðurin í Fólkaheilsuráðnum. Hetta er útvarp til vaksna lurtaran, sigur Petur Jacobsen, stjóri á R7. Fleiri kendir persónar teljast millum vertirnar, ið eru kunngjørdir. Leivur Breckmann, Helgi Abrahamsen, feðganir Oliver og John William Joensen eru nakrir teirra. Fyrrverandi leiðarin í Frítíðarskúlanum í Hoyvík og Klubb 188 og býráðspolitikari hjá Javnaðarflokkinum í Tórshavnar kommunu, Levi Mørk, varð í dag dømdur fyri heimildarsvik, mandatsvik. Føroya rættur gav honum fekk treytaðan dóm, tríggjar mánaðir, og royndartíðin er eitt ár. Í hesum árinum skal hann vera undir eftirliti hjá Kriminalforsorgini og gera 80 tíma ólønta samfelagstænastu. Føroya rættur sigur, at Levi Mørk ávísti einari kvinnu, sum gjørdi reint í Klubb 188, løn fyri ov nógvar tímar, fleiri tímar enn starvið var normerað til og fleiri tímar enn kvinnan sjálv segði, hon arbeiddi. Hann visti, sigur rætturin, at hann skrivaði ov nógvar tímar, tá hann boðaði umsitingini hjá kommununi frá, hvussu nógvar tímar, kvinnan hevði arbeitt. So hann misbrúkti støðu sína sum leiðari. Men tímarnir vóru ikki so nógvir, sum Tórshavnar kommuna og ákæruvaldið vilja vera við. Tað er ikki prógvað, sigur rætturin. Kvinnan hevur sjálv goldið kommununi 60.000 krónur aftur. Tað svarar til tað, sum hon fekk ov nógv í løn í 2012 og 2013. Tí skal Levi Mørk ikki rinda 49.000 krónur Vil kommunan hava tær, noyðist hon sjálv at stevna eftir teimum. Kravið hjá kommununi var 109.000 krónur Og tí vóru 49.000 krónur eftir, tá kvinnan hevði goldið 60.000 krónur Rætturin sigur, at dómurin er treytaður, tí persónligu viðurskiftini hjá Levi Mørk eru góð, og hann er ikki revsaður áður. Tað er ikki prógvað, sigur rætturin, at Levi Mørk sjálvur fekk nakran vinning burtur úr at ávísa kvinnuni ov nógva løn. Christian Andreassen, verji, sigur, at teir hava ikki avgjørt enn, um málið skal roynast í Landsrættinum. Seyðurin í Føroyum hevur tað ikki nóg gott. Hann fær ov lítið at eta um veturin, og hann kann ofta ikki finna sær lívd, tá veðrið er ringt, heldur Gunnar Bjarnason. Hann starvast sum ráðgevi í Búnaðargrunninum, men leggur dent á, at hann ikki úttalar seg vegna Búnaðargrunnin. Fólk fáa ikki tað, tey gjalda fyri. Tað er greiða niðurstøðan í nýggjari kanning, har myndugleikarnir í sjey ES londum kannaðu kjøt, ið verður selt til matna. Kanningarnar avdúka, at tað framvegis í stóran mun verður svikað við kjøti í Evropa, skrivar tíðindastovan Ritzau. Svikað verður tó ikki í Danmark, sambært kanningini. Kanningin avdúkar, at tað oftani er minni kjøt og meira vatn í kjøtinum, enn tað sum stendur á vørumerkingini, í teimum sjey londunum. Í nýggju kanningini vórðu millum annað 60 matstovur í London og Birmingham kannaðar fyri at svika við kjøti, sambært bretska brúkaraumboðnum. 24 av teimum 60 matstovunum høvdu blandað oksa og høsnakjøt uppí, hóast kjøtið varð selt sum lambskjøt. Í sjey førum var als einki lambskjøt í kjøtinum. Matvørumyndugleikarnir í Evropa krevja nú, at tiltøk verða sett í verk, ið skulu tryggja rættindi hjá brúkarunum, so brúkararnir fáa tað, teir halda seg gjalda fyri. Fíggjarmálaráðið og Fiskimálaráðið flyta í Tinganes. Tað er ætlanin, nú Aksel V. Johannesen mælir løgtinginum til at játta 21,3 milliónir krónur, so landið keypir gamla Sjóvinnubankan og sethúsini hjá Múller á Kongabrúnni. Ætlanin er, at øll landsfyrisitingin skal vera so tætt við Tinganes sum til ber, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður. Gongst sum ætlað, verður øll miðfyrisitingin so tætt við Tinganes sum gjørligt um eini trý til fýra ár, sigur løgmaður. Við at keypa bygningarnar á Kongabrúnni, fer landið at spara einar tvær milliónir krónur um árið, sigur hann. Tá Jógvan Højsted fór til Havnar í læru fór hann at dansa í Avholdinum, í avhaldshúsinum í Avhaldsbrekkuni, har fólk í felagnum, Merkið, dansaðu. Seinri fór hann upp í Dansifelagið í Havn, sum hann framvegis dansar í. Jógvan heldur, at Poul Eide hevur havt sera stóran týdning fyri føroyska dansin, og harmast um, at dansistovan í Funningi, sum Poul var høvuðsmaður at fáa upp, er so illa farin. Nýggj kanning av føroyskum monnum staðfestir, at eksponering av dálkingarevnum í umhvørvinum, millum annað PCB, kann hava skaðiligt árin á sáðkyknur. Kanningin er hin fyrsta av sínum slag, har hugt verður eftir sambandi millum skaðilig evni í ungdómsárunum og sáð disomy, sum kann hava við sær nøringartrupulleikar seinni í lívinum. Disomy er, tá sáðkyknur hava eitt X ella Y kromosom ov nógv. Á Deildini fyri Arbeiðs og Almannaheilsu hava tey áður funnið og almannakunngjørt, at sáðkonsentratiónin hjá føroyskum monnum er áleið tann sama ella kanska lægri samanborið við danir, sum hava millum tær lægstu sáðkonsentratiónirnar í heiminum. Hjá føroysku monnunum varð funnið, at helvtin av monnunum hevði eina sáðkonsentratión undir 40 millilitrar. Teir hava tískil so lága konsentratión, at tað gongur út yvir teirra fruktbari. Afturat hesum vísti tað seg, at lutfallið millum mongdirnar av ymisku kynshormonunum var øðrvísi hjá føroysku monnunum samanborið við danir, og hetta kann hugsast at ávirka sáðgóðskuna. Norska stjórnin hevur bygt eitt fryst Fort Knox djúpt inni undir permafrostinum á Svalbard. Har verða fræ av allari heimsins landbúnaðaravgrøði goymd, um tað allarringasta skuldi hent. Men longu nú hevur altjóða ílegusavnið í Sýria verið og tikið síni frystu fræ út. Fólkaatkvøða skal verða Í Føroyum um stjórnarskipan í 2017. Aksel V. Johannesen, løgmaður sigur, at talan ikki verður um eitt loysingarskjal, og at stjórnarskipanin skal vera innan fyri ríkisfelagsskapin. Men hvat merkir tað Arbeiðið, at seta bólkin, er byrjað, men eg fái ikki gjørt nakrar viðmerkingar til málið í løtuni, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Í samgonguskjalinum stendur, at ein breitt samansettur bólkur við fakligum førleikum og vinnuligum royndum skal orða uppskot til politisku skipanina um fiskivinnunýskipan. Gerst neyðugt at leita eftir fremmandum kavbátum, noyðist Danmark at biðja um hjálp frá øðrum NATO londum, sigur verjumálaráðharrin, Peter Christensen, við Berlingske Tidende . Blaðið viðgjørdi um vikuskiftið fremmandar kavbátar í sjónum í danska ríkinum. Berlingske hevur leitað fram 15 fráboðanir um kavbátar við Grønland síðani 1980. Í 2006 varð boðað frá einum fremmandum kavbáti í einum fjørði norðan fyri Paamiut. Myndugleikarnir søgdu, at fráboðanin var álítandi og eftirfarandi. Eingin fráboðan um fremmandar kavbátar við Føroyar er nevnd í blaðnum. Men Grønland hevur serligan áhuga, nú norðurpólsleiðin hevur so stóran áhuga hjá nógvum londum, eitt nú Russlandi. Danska verjan hevur ikki sonarútgerð, sum krevst, tá skip ella tyrlur leita eftir kavbátum. Útgerðin er spard burtur. Tað eru bumbur, sum verða brúktar móti kavbátum, eisini. Men Danmark hevur kortini ikki biðið um at fáa tyrlurnar útgjørdar til at leita eftir og finna kavbátar, skriva Berlingske Tidende. Í donsku politisku verjusemjuni, sum er galdandi árini 2013 2017, er ikki lagt upp fyri leiting eftir kavbátum. Men Danmark eigur altíð at laga seg eftir altjóða avbjóðingum, sigur verjumálaráðharrin, Peter Christensen, við blaðið. KJ hevur júst handað nýbygning nummar 40 av hesum slagnum. Hann varð seldur skotskari alifyritøku, Cooke Aquaculture Scotland, sum higartil hevur keypt tveir alibátar frá KJ. Annar skal brúkast í Orknoyggjunum og hin í Hetlandi. Ólavur Asafsson Olsen, stjóri í KJ, sigur í tíðindaskrivi, at eftirspurningurin eftir tvíkiljunum er stórur bæði uttanlands og í Føroyum. Føroyska alivinnan hevur tikið væl ímóti okkara tvíkiljum frá fyrstan tíð. Vit eru nú í gongd við nýbygning nummar 42 síðan 1999, sigur stjórin í KJ, Ólavur Asafsson Olsen. Tær flestu tvíkiljurnar eru farnar til føroyskar alifyritøkur. At tað gongur væl í føroysku alivinnuni ber eisini í sær, at útlendskar alifyritøkur vilja sambært stjóranum vita, hvørja útgerð føroyingar brúka. Tann ágóðan fáa vit so nú, sigur Ólavur Asafsson Olsen, stjóri í KJ, sambært tíðindaskrivinum. Í løtuni byggja tey nýbygningar nummar 41 og 42 hjá KJ. Hóast danska trygdarstýrið mælir frá at løða fartelefonina um náttina, tá fólk sova, lurtar meira enn annað hvørt fólk í Danmark ikki eftir ráðunum Ein kanning, sum TNS Gallup gjørdi fyri tryggingarfeløgini Gjensidige Forsikring og Nykredit Forsikring, sigur, at 57 prosent løða fartelefonina um náttina, skrivar BT . Vit vita tíverri um, at eldur kemur í, tí fartelefonir og løðarar liggja á einari sofu ella í songini. Tað kann í ringasta føri gera, at sovandi fólk doyggja, sigur Kim Rud Petersen, stjóri í samtakinum Nordic Gjensidige Forsikring í tíðindaskrivi, sum BT endurgevur. Dagurin byrjar klokkan átta sum vanligt, tá øll møta, og so fara tey at gera klárt til at samfelagið vaknar um 10 tíðina. Summi skulu til arbeiðis meðan onnur hava frí, og hvør dagur byrjar við at børnini fara í bankan eftir sínari løn, sum er 200 svl krónur, ið tey kunnu nýta í samfelagnum. Fyri pengarnar kanst tú keypa tær muffins, pannukøkur, vaflur, bollar, SVL avísina, listaverk, atgongumerki til biografin íroknað popcorn , seta tær hárið, pynta negl, fáa massagu ella viðgerð, fara í heitan pott, fáa ein túr á rossabaki ella venja ítrótt. Her er ein lítil filmur, sum vit tóku tá vit fóru á vitjan í gjár. Vit prátaðu við børn og vaksin, og tað fara vit at hoyra nærri um í barnaútvarpinum seinni. Ása Róin fekk sína Phd í gerontologi í september, og nú hevur hon vunnið Kirsten Aulund virðislønina í gerontologi, sum er læran um tey eldru, ella at eldast. Fyri at fáa hesa viriðisløn skal tann innstillaði hava eina Phd, sum ikki er eldri enn 3 4 ár, hava granska og miðla um gerontologi og eisini verið við at skapa møguleikar innan víðariútbúgving á økinum. Eittans boð var, ein millión krónur, og tað boðið átti ein annar bóndi sjálvur triði í oynni. Búnaðargrunnurin var nøgdur við boðið, hóast grunnurin eigur slakar 2,4 milliónirkrónur til góðar hjá festaranum og tí kravdi festið selt á tvingsilsuppboði. Men advokaturin hjá festaranum, sum var í Fútarættinum í gjár, segði, at festarin hevur samráðingar við peningastovn um fíggjarliga loysn, sanering, og kundi um stutta tíð koma við einum boði upp á hálva aðru millión krónur. Spurningurin var so, um nýtt uppboð kundi haldast. Búnaðargrunnurin mótmælti, at nýtt uppboð verður. Men niðurstøðan hjá Fútarættinum var, at nýtt tvingsilsuppboð verður 9. desember. Til tá stendur boðið, sum kom í gjár, við, og tað er ein millión krónur. Byrjað verður í Føroya rætti í viku tvey í 2018 og rættarfundir vera mánadag, týsdag, mikudag og hósdag aðru hvørja viku. 130 dagar eru settir av, og nakrir dagar í 2019 eru settir av, um brúk verður fyri teimum. Sakarmálið er so stórt og umfatandi, at bara til dokumentasjónina, tað er tá advokatarnir leggja fram skjølini, sum teir vilja hava rættin at sýna ans, eru settir av 17 dagar. Stevningin fyllir fimm flytikassar. Fíggjarligt Støðufesti hevur stevnt Frithleif Olsen fyrrverandi nevndarformanni, Odd Bjellv g, næstformanni, Marner Jacobsen, forstjóra, Bjarna Olsen, stjóra og Hans Laksá, grannskoðara eftir 150 milliónum krónum. Kelda innan amerkonsku fregnartænastuna upplýsir fyri CNN, at ISIL eftir øllum at døma hevur lagt eina bumbu í ferðafólkaflogfarið, sum datt niður yvir Sinai hálvoynni í Egyptalandi leygardagin. Sostatt bendir nógv á, at yvirgangsfelagsskapurin hevði rætt, tá hann segði seg hava ábyrgd av flogvanlukkuni, sum kravdi 224 mannalív. Keldan innan amerikonsku fregnartænastuna leggur dent á, at hetta er ikki endaliga niðurstøðan fyri, hvat hendi við Metrojet flogfarinum, men vit hava varhugan av, at spreingiløðing er løgd í viðførið ella annað stað í flogfarinum. Í gjár boðaðu fleiri myndugleikar og stjórnin frá, at ein bumba kann vera orsøkin. Russisku loftferðslumyndugleikarnir upplýsa, sambært Reutuers, at tey arbeiða við tveimum møguleikum Onnur orsøkin er, at talan er um bumbu. Hin orsøkin er, at tekniskt brek var orsøkin til, at flogfarið datt niður. Bretska stjórnin hevur fyribils steðgað allari flúgving millum Sharm el Sheikh og Bretland. Heldur ikki eyptiskar trygdarkeldur, sum hava tilknýti til kanningarnar av flogvanlukkuni, úthýsa heldur ikki møguleikanum, at talan er um bumbuspreinging. Vit halda, at spreingingin hevur verið umborð, men hvat slag vita vit ikki. Sandurin, har flogfarið datt niður, verður nú kannaður fyri at staðfesta, um talan hevur verið um eina bumbu, sigur egyptiska keldan. Sama keldan leggur aftrat, at spreinginin í flogfarinum, sum datt niður í Sinai hálvoynni leygardagin, kann hava verið í tanganum við brennievni í flogfarinum. Hann hevur sett Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, fyirspurning um fíggjarstøðuna í ikki færri enn tíggju punktum. Bjørn Kalsø spyr millum annað, hvussu stórt landskassahallið verður í ár, og hvussu nógv eykajáttanarlógin fyri oktober fer at hækka hallið. Hann spyr, um landsstýriskvinnan hevur slept ætlanini at fáa javnvág ella avlop á fíggjarlógini næsta ár, og hvørji stig landsstýriskvinnan ætlar at taka til tess at venda gongdini, so avlop fæst á fíggjarlógini, Bjørn Kalsø sigur, at nógv hevur verið tosað um at fáa javnvág á fíggjarlógina. Eisini andstøðan, sum sat undan valinum 1. september, og sum nú er samgonga, høvdu hetta sum aðalmál. Saman við framleiðaranum Jákupi Zachariasen er lagt á annan bógv. Eitt nú er eingin steelgittar at hoyra á nýggju útgávuni. Fløgan er givin út bæði í føroyskari og enskari útgávu. Við trummurnar situr Gulli Briem, kendur úr Mezzoforte. Aftrat sær hevur hann eitt lið við dugnaligum, føroyskum tónleikarum. Jónleif Jensen, sum hevur gjørt øll løgini, letur væl at og trýr upp á, at alt verður klárt til frumframførsluna. Samrøður um tónleik er heiti á røðini. Knút fer á fyrsta tiltakinum at tosa um evnið Innsavnan og nýtsla av siðbundnum tónleiki í Føroyum . Aftrat sær hevur hann Kára Sverrisson, tónleikara, ið fer at tosa um, hvussu hann hevur brúkt gamlan føroyskan tónleik í sínum verkætlanum. Umframt at hugleiða og tosa um tónleik, fara teir eisini at spæla ymisk tónleikabrot. Høvið verður eisini at seta spurningar. Tað er Fuglafjarðar Kvøldskúli, sum er fyriskipari. Hetta er triðja árið, at tey skipa fyri líknandi fyrilestrar og samrøðurøð. Áður hava evnini verið list og matur. Yrkingasøvnini Tað orðið eftir Heðin M. Klein og Av heilum hjarta eftir Oddfríð Rasmussen vóru til viðgerðar í Mentanarcaf ini. Sama var framsýningin Grafisk Sambond í Norðurlandahúsinum. Vit hittu eisini Øssur Mohr, sum hevur framsýning á Seghúsinum í Klaksvík. Og so hittu vit Eyðun Johannessen, sum gav okkum Kardumummubýin fyri meira enn hálvari øld síðani. Í Nálareyganum roynir spildurnýggi sangurin, Love That You Love , seg. Talan er um heitislagið á komandi útgávuni hjá Jógvan Joensen, ið gjørdist kendur, tá hann endaði á øðrum plássið í donsku X Faktor kappingini fyrr í ár. Emil Bjarnaskor, sum í 2011 gjørdist lamin, má sjálvur rinda fyri tær viðlíkahaldsvenjingarnar, sum eru neyðugar fyri lívsgóðskuna hjá honum. Emil fekk ókeypis venjingar, meðan hann var í Danmark í tvey ár, men almannaverkið hevur ikki heimild at rinda fyri viðlíkahaldsvenjingum. Bakkafrost hevur ætlanir um at byggja eina nýggja smoltstøð norðuri á Strond í Klaksvík, og hetta verður størsta einstaka vinnuverkætlana í Klaksvíkar søgu, sigur Jógvan Skorheim borgarstjóri í Klaksvík. Róar, Suni og Emil eru tríggir ungir menn við nógvum forðingum í gerandisdegnum. Men forðingar eru eisini avbjóðingar, og vilji og treiskni bera langt, tá lívið skal livast. Reduced to Ash hava, síðan teir vístu seg fyri fyrstu ferð í 2013, bergtikið føroyskar málmsfjepparar. Teir hava boðað frá, at ein fløga er á veg, og her er eitt lítið arg. Konni Kass vann í mai mánað tónleikakappingina Sement, har hon vann studiotíð í Studio Bloch. Konni hevur seinastu mánaðirnar verið í studio og spælt inn løgini, sum nú bert mangla smáar rættingar. Miksingin av fløguni byrjar í komandi árinum, og vit kunnu í 2016 vænta okkum eina fløgu frá Konni Kass. Fyri meira enn 10 mánaðum síðani fóru fyrstu alarmklokkurnar at ringja í Bretlandi um trygdina í floghavnini í egyptiska býnum, Sharm el Sheikh. Sostatt vóru bretar longu á varðhaldi eitt ár undan hendingini leygardagin, tá eitt flogfar datt niður yvir Sinai hálvoynni, 224 fólk lótu lív. Bretskar upplýsingar benda á, at ein bumba umborð á flogfarinum var orsøkin til vanlukkuna. Tað skrivar bretska blaðið The Guardian , og myndugleikar hava váttað upplýsingarnar. Talskvinna hjá bretska forsætisráðharranum, David Cameron, upplýsir, at í fjør vórðu trygdarserfrøðingar sendir til Sharm el Sheikh at kanna trygdina í lufthavnini og á frítíðarstøðunum í økinum. Hon sigur, at egyptar høvdu tikið til eftirtektar nakrar av átalunum frá bretsku serfrøðingunum, men hon vildi tó ikki siga nærri, hvørja átalur ella krøv talan var um. Sambært starvsfólki í egyptisku floghavnini snúið bretsku átalurnar seg um vantandi trygd. Tað er framvegis óvist, hví russiska ferðafólkaflogfarið datt niður eftir at hava verið á flogi í góðar 20 minuttir. Trupulleikin var øll skipanin. Bretar vístu tá á, at fólk vórðu ikki kannað nóg væl, at vit skuldu havt gjørt meira. Trygdin kundi verið betri, um vit høvdu havt ein skannara aftrat uttanfyri og at vit høvdu dagført hinar, sigur keldan við The Guardian. Fleiri lond, teirra millum Bretland, hava givið ábendingar um, at talan er um bumbuspreinging, sum viðhaldsfólk hjá hernaðarliga felagsskapinum, ISIL, skipaðu fyri. Bretland loyvir nú aftur flogførum sínum at flúgva til Sharm el Sheikh, eftir at trygdarfyriskipanirnar eru fingnar í rættlag aftur, upplýsir Downing Street nummar 10. Stjórnin hevur, eftir samráð við loftferðslumyndugleikarnar, avgjørt, at loyva flúgving millum Sharm el Sheikh og Bretland aftur. Nýggju trygdarreglurnar merkja, at ferðafólk bert mugu taka handviðføri við sær. Annað viðføri verður flutt við øðrum flogfari, verður sagt. 20.000 bretsk ferðafólk bíða eftir at sleppa heim úr Sharm el Sheikh, skrivar Reuters. Strandarlondini hava samráðst alla vikuna, men sambært Morgunblaðnum í morgun samdust londini ikki um tey bæði uppsjóvarfiskasløgini. Við FiskeriBladet Fiskaren sigur norski samráðingarleiðarin Sigrunn Holst, at langt er millum partarnar enn. Hon sigur, at ætlanin var at hava nýggjar samráðingar nú í november. Um tvær vikur vera samráðingar um makrel, um tey 15,6 prosentini, sum Føroyar, Noreg og ES siga, at Russland, Ísland og Grønland eiga, og um fiskiskapin í altjóða sjógvi í Smoguni. Hin verður fríggjadagin í Skúlanum við Løgmannabreyt í Hoyvík fyri skúlarnar í Streymoynni, Sandoynni, Nólsoynni, Vágoynni og Suðuroynni. Ráðstevnan eitur Vitan, veruleiki og visjón skúlin sum slóðbrótari. Samanumtikið 13 prosent av næmingunum í fimta, sjeynda og níggjunda flokki siga seg hava verið happað í skúlanum. Næmingar í fimta flokki verða mest happaðir, og næmingar í níggjunda flokki happa mest. Tað er tó ikki staðfest, at beinleiðis samband er millum aldursbólkarnar og happingina, tað er, at tað tey í níggjunda flokki happa tey í fimta flokki, sigur arbeiðsbólkurin hjá Mentamálaráðnum, sum gjørdi kanningina. Sannlíkt er, at tey í fimta flokki ikki í eins stóran mun og tey í níggjunda flokki vilja viðganga, at tey happa onnur, ella sjálvi verða happað. Endamálið við ráðstevnuni er at varpa ljós á nýggjastu kanningina um happing í fólkaskúlanum í Føroyum og á nýggja altjóða gransking um happing, so sum hvørji rák eru nú, hvussu happing verður fatað aðrastaðni, og hvat krevst av skúlanum. Endamálið við ráðstevnunum er eisini at finna eina felags endurskoðaða fatan av happing, og hvussu nýggj vitan kann basa happingini í skúlunum. Kanningin um happing í fólkaskúlanum í Føroyum varð kunngjørd í mai í ár. Sambært henni er happing framvegis ein trupulleiki í fólkaskúlanum. Danskir politikarar eru til reiðar at hjálpa grønlendskum myndugleikum, tá ið ræður um børn og ung, sum hava verið fyri vansorgan og kynsligari misnýtslu. Tað siga umboð fyri fleiri danskar flokkar eftir samráðið í fólkatingsins Grønlandsnevnd. Martha Lund Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, var eisini við á fundinum, skrivar grønlendska kringvarpið, KNR. Vit eru til reiðar at hjálpa. Tað einasta, Grønland skal gera, er at siga okkum, hvar vit kunnu hjálpa, sigur Rasmus Jarlow, framsøgumaður í grønlendskum málum, fyri konservativa flokkin. Martha Lund Olsen vísti heldur ikki á nakað ávíst. Gjørdi hon tað, høvdu vit verið til reiðar, sigur Rasmus Jarlow, framsøgumaður hjá konservativa flokkinum. Framsøgumaðurin hjá Eindarlistanum í grønlendskum málum, Finn Sørensen, sigur, at tað kann verða neyðugt at bróta grundregluna um, at grønlendingar í hesum førinum sjálvir umsita barnaøkið. Vit hava løgrøðiliga og yvirskipaða ábyrgd, sigur Finn Sørensen. Men fyrsta kravið er, at grønlendingar biðja um hjálp, sigur framsøgumaðurin í grønlendingamálum hjá Eindarlistanum, sambært KNR. Søren Espersen, framsøgumaður hjá Danska fólkaflokkinum í grønlendskum málum, heldur, at so lítið skil er á, at danskir myndugleikar eiga at umsita málsøkið børn fyri grønlendskar myndugleikar fyribils. Um tú liggur inni við tilfari, ella hevur onkra søgu at siga frá hendingini, so er at seta teg í samband við John William Joensen á Norðlýsinum. Í einum býi sum Havn er úrvalið av matarstøðum avmarkað. Tí hevur Sunneva Háberg Eysturstein, sum rekur Sirkus, tikið stig til eitt tiltak, sum hon rópar Bukkakokk, har hon bókar, ella bookar, ein kokk ella matelskara at matgera. Fyrsta tiltakið av hesum slagnum verður í kvøld, tá Ingilín D. Strøm fer at borðreiða við røstum søteplafalaflum, spinat cr pes og ingiferbrúsi. Fyri meg er matur handverk. Maturin skal smakka væl, eingin ivi um tað, men høvuðsuppgávan er at byggja kroppin upp, á ein ella annan hátt. Tí hugsi eg nógv um innihald og savni mær altíð vitan um tað. Matur fyri meg hevur einki at gera við kaloriuteljing ella sunnheitsfanatismu. Mín fatan er, at matur snýr seg um gleði, íblástur og fjølbroytni heldur enn avmarking og skuldarkenslur, sigur Ingilín. Útgávan Nalja hjá Elini og Kára var Temapláta í Plátubarrini 31.10.15. Talan er um eitt kassettuband frá 1988, ið var tað mest ungdómstrúgva føroyska popppalbumið í áttatiárunum. Harumframt hava tey sangir við, sum í breiðari merking kunnu kallast allramannaogn. Kend løg á Nalju eru Á, Tann Deiliga Havn , Eitt Dýpi Av Dýrari Tíð , Sjeikurin , og Livandi Ljós . Greitt verður frá frá ymsum søgum í samband við Nalju, sum Kári Jacobsen og Elin Heinesen skrivaði hvør síni fimm løg til. Vit spæla níggju av hesum tíggju løgunum. Elin og Kári vóru ávikavist 26 og 16 ára gomul, tá tey hittust í 1984, og góða kemiin teirra millum endaði so við hesari úgávu í 1988. Nalja er ein av teimum best grundfestu poppvarðunum á leiðini, tí lættu sangirnir verða endurinnspældir, umframt at kór og orkestur á sín hátt endurgeva tilfar av útgávuni. Jákup Magnussen leggur til rættis. David Arge Galan og Jórun Mørkøre verða føroysku umboðini í kappingini. David dystast í greinini men s physique og Jórun í body building. Hetta er hæddarpunktið í hesi ítróttargrein, sigur Jákup Jakobsen, persónligur venjari. Eg sakni tíðina fyrr. soleiðis sum tað var fyri nøkrum árum síðan, tá fartelefonir ikki vóru allastaðni. Tá man ikki gjørdist flóvur og kendi seg sum smuglurtara í bussinum, av at sita og lurta eftir einari hálvfrekari samrøðu, sum ein ung genta hevur við onkran, fleiri kilometrar burturi. Tá man ikki varð avbrotin í miðjum setningi, undir einari samrøðu, tí telefonin hjá tí tú tosar við, ringir í lummanum, og tú brádliga gerst minni vigtigur enn tann, ið er í hinum endanum. Eg sakni at hava menniskjaliga kontakt, meðan eg siti í bíðirúminum hjá læknanum, tí øll hini hyggja í ein skerm. Og eg sakni fólkaskikk vanligan fólkaskikk. Kanska eri eg nokkso strangur, men heima hjá okkum sita vit ikki við fartelefonunum við borðið, og soleiðis er tað bara eingin setur spurnartekin við tað. Hvønn sunnudag eta eg og systir mín við familjum okkara hjá mammu, og tað hava vit gjørt í mong ár. Børnini hjá systir mínari gera meg svakan, tí tey sita við telefonunum tendraðum allan døgurðan, og tað bibbar og jamrar aðru hvørja løtu. Eg havi gjørt vart við tað fleiri ferður, men tey lata sum einki, og tað sær ikki út til at genera systrina ella mammu syndarliga, so tað eri bara eg. Men eg haldi tað vera so irriterandi at eg fái ikki matin niðurum eftir hondini, og eg eri so óður, at tað heila er oyðilagt. Er tað so nógv forlangað at biðja um matnáðir Av ti, at eg hvørki tími ella tori at taka hetta upp við rætta viðkomandi, skrivi eg til tykkum. Eg vænti, at tann sum skal hoyra hetta, lurtar, tí viðkomandi er so forvitin, at tað er lítið, sum fer framvið har. Eg arbeiði á eini skrivstovu, har vit eru nøkur fólk í sama høli. Vit hava tó egið skriviborð og hillar. Tann eini persónurin, sum eg fari at kalla Harra X gongur og sneytar í ØLLUM. Eg eri komin inn og Harra X stendur og ger okkurt í míni skuffu og við mítt skriviborð. Um okkurt kemur á mítt skriviborð at liggja, skal tað líka vendast av Harra X . Vit hava ymiskar mannagongdir, soleiðis at eg havi okkurt øki og hini hava onnur øki. Um eg ikki eri á skrivstovuni, so hevur Harra X latið upp brøv, sum vit vita, eru til mítt øki. Misskil meg ikki, eg toli væl, at øll gera okkurt við mítt skriviborð ella í mínum skuffum um neyðugt, men onnur spyrja um tey kunnu, ella fólkaliga forvitnast, hvat eg fáist við. Eg síggi eisini, hvussu Harra X kekkar øll pappír, sum onkur leggur á borð hjá øðrum enn honum sjálvum. Harra X skal í stuttum vita alt og hava stýr á øllum. Hann veit alt og hevur altíð eitt svar, tá hann verður spurdur og tá hann ikki verður spurdur. Tað skal sigast, at Harra X hevur meira ábyrgd enn vit onnur og tilskilar sær kanska hendan rætt av tí sama. Vit arbeiða ikki hjá loyniløgregluni, so tað hevur ikki týdning fyri hann at vita alt. Eg havi sagt hetta við okkara leiðara, men hann flennir bara og sigur, at øll kunnu rótað í hansara tingum, um tey hava hug til tað. Leiðarin og Harra X eru sera væl, so hetta gevur kanska gott innlit til leiðaran. Eg føli hetta niðurgerandi og tími av tí sama ikki at fortelja Harra X meira enn neyðugt og syrgi fyri, at um okkurt er, sum eg ikki ynski skal koma út ella Harra X skal vita, so finnst tað hvørki í mínum skuffum ella í mínum arbeiðsumhvørvi. Vit hava ongan møguleika at flyta út úr skrivstovuni ella at ramma okkum inni. Klimaði er blivið súrt , síðani Harra X kom inn á skrivstovuna og eg veit ikki um eg toli luktin í bakarínum leingi afturat. Eg havi arbeitt aðrastaðni fyrr, men ongantíð uppliva sovorið Hvussu høvdu tit hugsað um ein slíkan starvsfelaga Í skúlanum har sonur mín gongur, arbeiðir ein kona, sum eg eri við at gerast svakur av. Hon skal TOSA um alt. Hvørt einasta nikk og prikk skal tosast um, vendast og analyserast, og tað er hvørja ferð eg møti henni, so er okkurt við soni mínum, sum vit mugu TOSA um. Eg meini so við, hann er ein drongur, og teir eru ofta villir, so tað sker, at okkurt kemur tvørt fyri, og hann og onkur fara til hendurs, ella teir klatra upp á takið ella bróta ein stól. Eg eri heilt samdur í, at ger hann nakað, sum hann ikki skal, so skal hann hava tað at vita og standa til svars fyri tað eisini. Men eg haldi at øll hendan tosanin bara er við til at gera drongin svakan, tí hann er ikki tositypan. Hann trívist best við at tað heila er meira beint fram. At ein spaki er ein spaki, og ikki at spakin skal pakkast inn í forkláringar og vendast og dreygast fyri at øll kunnu vera vís í, at tað nú er ein spaki. Men hendan pedagogtypan fangar tað ikki. Tað virkar, sum hon vil broyta drongin, so hann verður sum hon, og tað er bara láturligt, tí tað er hann ikki. Tá man snakkar um tann rúmliga skúlan, so haldi eg at tað er farið heilt av sporinum, tí tey hava als ikki pláss fyri teimum, sum ikki eru eins og tey. Hvat halda tit Hjálp, hvat skulu vit gera Vit eru eitt par, sum eru nógv saman við nøkrum øðrum pørum, bæði til mat, kortspæl, umframt andaligar løtur, og hetta eru vit so sera glað um og takksom fyri. Vit hava nú fingið ein trupulleika. Eitt parið skal giftast, og vit hava gjørt sum vit plaga, og hava keypt gávu saman. Trupulleikin liggur í, at gávan er vorðin alt ov dýr til okkum. Hon er dýrari enn vit plaga at geva, tí tað er eitt ting, sum brúðarparið veruliga hevur brúk fyri, tí tey ikki hava so nógvan pening um hendurnar. Hugskotið til gávuna kom eitt kvøldið vit ikki vóru við, og hini hava so bara rokna okkum uppí og hava keypt gávuna, og nú gjaldast skal, er gávan bara ov dýr til okkum. Hvat kunnu vit gera, uttan at tað sær út, sum unna vit ikki brúðarparinum gávuna, tí tað gera vit heilt víst. Dimmalætting fekk ikki innlit í eitt mál frá Fiskimálaráðnum, tí tað tók ov drúgva tíð at finna upplýsingarnar, sum blaðið bað um. Tann grundgevingin heldur ikki, sigur Løgtingsins umboðsmaður. Dimmalætting bað Fiskimálaráðið um innlit í, hvørji útlendsk feløg og útlendskir einstaklingar eiga partapening í føroyskum feløgum, sum reka fiskivinnu í Føroyum. Fiskimálaráðið svaraði, at ráðið hevði einki yvirlit yvir ognarviðurskifti í fiskivinnuni, og at ráðið fór ikki at seta orku av til at gera slíkt yvirlit. Dimmalætting kærdi til Løgtingsins umboðsmann, sum nú hevur biðið Fiskimálaráðið viðgera umsóknina um innlit frá Dimmalætting av nýggjum. Tað fer at gera Fíggjarmálaráðið veikari, um partur av virkseminum verður fluttur í Tinganes. Tað sigur Jørgen Niclasen, fyrrverandi landsstýrismaður í fíggjarmálum, nú landið ætlar at keypa ognir frá BankNordik á Kongabrúnni fyri 21,3 milliónir krónur Jørgin Niclasen vísir á, at bæði Handilsskúlin í Marknagili og Studentaskúlin í Hoydølum fara at standa tómir um eitt ár, og tí eigur landið ikki at keypa fleiri bygningar. Matstovan KOKS á Hotel Føroyum samstarvaði fyrr í ár við Oaxen Krog í Stockholm í Svøríki. Tá var Poul Andrias Ziska og toymið á føroysku matstovuni í Svøríki og gjørdi mat saman við Magnus Ek, høvuðskokki, og hansara fólki á Oaxen Krog. Nú kemur svenski kokkurin til Føroya at matgera saman við fólkunum á Koks, og harvið ber til at fáa Michelin mat í Føroyum fyri fyrstu ferð. Landsverk vil ikki hava sitandi á sær, at stovnurin rakti langt við síðuna av, tá stovnurin metti um kostnaðin at umvæla niðurslitna Ellis og Røktarheimið á Sýnini Landsverk varð biðið at meta um, hvat tað kostar at umvæla niðurslitna Ellis og Røktarheimið á Sýnini. Landsverk varð ikki biðið at meta um, hvat tað kostar at umvæla ellisheimið eftir tørvinum hjá brúkarum og starvsfólki í dag. Tað sigur Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverk, nú stríð hevur tikið seg upp um kostnaðarmetingarnar fyri at umvæla nú 45 ára gamla bygningin á Sýnini í Miðvági. Tað er niðurstøðan hjá Sjóvinnustýrinum, sum kannaði, hví farmaskipið Skansanes sigldi á land í Storfjorden í Noregi 16. mai í fjør. Niðurstøðan er í samsvari við tað, sum skiparin sjálvur greiddi frá í sjófrágreiðingini. Í niðurstøðuni stendur, at skiparin legði Skansanes at bryggju í lesund klokkan hálvgum tvey um náttina og tørnaði ikki inn fyrr enn klokkan fýra, tí báðir ljósmotorarnir riggaðu illa. Hálvan triðja tíma seinni varð skiparin útpurraður, tí skipið skuldi úr lesund aftur. Slakar seks tímar seinni sigldi Skansanes á land. Skaði kom á kúlustevnið, men annars lak skipið ikki. Tríggir av manningini fingu snuddir, tann eini hol á høvdið. Veðrið var gott, tá óhappið hendi. Eftir óhappið vórðu vaktirnar hjá stýrimanninum og skiparanum á Skansanesi broyttar, so skiparin kundi fáa ta hvíld, hann átti at fáa. Barnafrádrátturin verður sambært uppskotinum tann sami sum í ár, 7.500 krónur Men, sigur borgarstjórin, treytin er, at landið ongar stórar fíggjarligar byrðar leggur á kommununa. Tað ber til at lækka skattaprosentið á Eiði, tí útlitini hjá kommununi eru framúr góð, stóru inntøkurnar í ár og metingin fyri 2016 loyva lækkingini, sigur Jógvan í Skorini. Í uppskotinum um fíggjarætlan fyri 2016 eru eisini nakrar stórar íløgur. Ítróttar , bygdar og frítíðarskúlahús til 300 fólk skal byggjast við fótbóltsvøllin í Hólmanum. Tað skal vera liðugt næsta ár. Mentanarmiðdepilin við skúlan skal eisini gerast liðugur. Har eru venjingarhøli til tónleikarar og høli til fyrilestrar og biograf. Uppskotið um fíggjarætlanina hjá Eiðis kommunu fyri 2016 skal til fyrstu viðgerð týsdagin. Nógv ung velja at halda frí, fjakka ella arbeiða, aftaná at tey eru liðug við miðnámsskúla. Magnus Madsen hevur valt at arbeiða á fiskavirkinum í Suðri. Vit práta við hann um arbeiði á fiskavirki. Tað er væl skilligt, at fleiri flogfeløg eru givin at flúgva til Egyptalands, eftir at eitt flogfar datt niður leygardagin, og illgruni er um, at ein bumba var umborð. Í 2007 gjørdi hann upptøkuna á Sharm el Sheikh International Airport í Egyptalandi, tá hann var og ferðaðist í landinum saman við eini kvinnu. Meðan trygdarkrøvini vórðu herd í flogvøllum kring heimin eftir september 2001, er ikki líkt til, at tað sama er galdandi í egyptisku floghavnini. Upptøkurnar vísa trygdarvørðar, ið bókstaviliga sita og sova á vaktini, tá teir annars skuldu ansa eftir at trygdin á flogvøllinum varð hildin. 224 ferðafólk vóru við Airbus flogfarinum hjá Metrojet, tá tað datt niður í Sinai hálvoynni leygardagin. Øll ferðafólkini og manningin lat lív. Í vár hevði tað bráskund, at familjur, ið liva undir fátækramarkinum, fingu eitt ískoyti, hildu Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi. Men nú somu flokkar hava sitið við valdinum í ein mánað, er onki uppskot komið. Og landsstýriskvinnan í Almannamálum torir ikki at lova, at húski, ið liva undir fátækramarkinum, fáa eitt serligt ískoyti áðrenn jól. Fyri átta døgum síðani føddi Jastrud Hanusardóttir Mohr størsta nýføðing í nýggjari tíð. Hon vigaði góð 12 pund og var 58 sentimetrar long. Tað sigur Sjúrður Fróði Olsen, lækni og professari, sum hevur skrivað doktararitgerð um høgu burðarvektina hjá føroyskum nýføðingum. Tað er ein vanlukka um eldrasambýlið her hjá okkum verður latið aftur. Tað sigur Sonja Johannesen á Skála, sum í løtuni savnar undirskriftir saman fyri at varðveita eldrasambýlið. Árni greiðir mkllum annað frá síni tónleikaligu bakgrund og frá útbúgvingunum á Nám X í Eysturskúlanum og Miðnámsútbúgvingini á Musikskúlanum. Eisini verður práta um nýggju fløguna, sum ungu, evnaríku dreingirnir í Punjab sjálvir hava lagt til rættis. Magnus Madsen greiðir frá um hvussu tað er at arbeiða á fiskavirki. Panelið, ið er mannað við Barbaru M. Lamhauge, Bjarta Sigmundarsyni og Jóhonnu Niclasen, svarar millum annað, um tað er kul at roykja. Til seinast greiða tveir svimjarir hvussu tað er at svimja á hægsta støði í Føroyum. Klokkan eitt korter til sjey í morgun ringir ein maður í Havn og sigur, at ein vinmaður hansara, sum er staddur í Grønlandi við fiskiskipi, hevði ringt og sagt, at hann er vilstur uttanfyri Nuuk. Hann er í ringum skørum, tí tað eru 35 kuldastig. Politiið í Føroyum ringir so til politiið í Nuuk, ið fer at leita, og løtu seinni er maðurin funnin í øllum góðum, og komin á rætt stað aftur. Ein bumba er eftir øllum at døma orsøkin til, at russiska ferðafólkaflogfarið datt niður á Sinai hálvoynni síðsta vikuskifti og 224 fólk lótu lív. Tað vísa fyrstu kanningarnar av svørtu kassunum, sum vóru umborð á flogfarinum, ið var ávegis frá Sharm el Sheikh í Egyptalandi til Sankta Petersborg í Russlandi. Sambært altjóða fjølmiðlum sum CNN, BBC og AFP, so siga álítandi keldur tætt við serfrøðingarnar, sum kanna svørtu kassarnar, at á upptøkunum hoyrist ein spreinging, ið IKKI er orsaka nakran tekniskan feil. Svørtu kassarnir vísa heldur onki tekin um mekansikar feilir, áðrenn flogfarið syndrar mitt í sínum flogi og dettur niður. Alt var sum tað átti fyrstu 24 minuttirnar, flogfarið var á flogi. Men so er eitt lítið blackout og eftir tað er tøgn í stýrhúsinum. Hetta hevur sannført serfrøðingarnar um, at spreingingin kann stava frá einari bumbu. Bretskir fjølmiðlar vita nú at siga frá, at ein rakett varð skotin eftir einum bretskum ferðafólkaflogfar við 189 fólkum umborð nærhendis Sharm el Sheik fyri tveimum mánaðum síðani. Flogskiparin fekk eyga á rakettina og fekk snara undan. Sambært enska blaðnum Daily Mail, so var rakettin einans 300 metrar frá flogfarinum. Norska uttanríkistænastan mælir í dag norrmonnum frá at ferðast til Sinai hálvoynna. Í gjár gav russiski forsetin, Valdimir Putin boð um at steðga allari flúgving millum Rusland og Egyptaland inntil orsøk til flogvanlukkuna er greið. Andrea Heindriksdóttir er kend bæði í musikkskúlanum og í mentanarlívinum. Eitt nú er Andrea fastur limur í Aldubáruni, harmoniorkestrinum GHM og Føroya Symfoniorkestri. Undir hátíðarhaldinum flutti Heðin Mortensen, borgarstjóri fram røðu, har hann legði fyri við at takka fráfarandi musikkskúlaleiðaranum, Bo Isholm Í hansara tíð hevur musikkskúlin ment seg til ein sera virknan og fjølbroyttan skúla og mentanarstovn. Andrea Heindriksdóttir, sum nú tekur við sum leiðari, er útbúgvin frá lærdum tónlistaháskúla í 1992 við floytu sum høvuðsljóðføri, og sama ár fekk hon starv í Tórshavnar Musikkskúla. Í fjør hevur hon eisini nomið sær diplomútbúgving í leiðslu. Tórshavnar musikkskúli er kommunalur stovnur, sum bæði er ein útbúgvingarstovnur og ein mentanarstovnur, og borgarstjórin kom í talu síni inn á karmarnar um musikkskúlan, ið hevur sum leiklut at ganga á odda bæði á útbúgvingarliga økinum og mentanarliga. Talan er um sambýli Undir Húsadalsvegi 15 í Sørvági, Men hvat er tað, sum hendir. Vit hava tosað við Ingu Magnussen, sum er starvsfólk á Sambýlinum Undir Húsadalsvegi. Í skúlanum við Løgmannabreyt, var seinnapartin í dag, fyrsti landskappingardystur nakrantíð í kurvabólti í Føryum. Trý feløg luttóku. Ravnur av Toftum og Sporðdrekin og Hamar úr Havn. Pál Joensen hevur vunnið bronsu í 1.500 metra frí í World Cup, sum er í Dubai í hesum døgum. Harafturat hevur vágbingurin eisini tvær ferðir í hesi vikuni svomið undir kravtíðina hjá FINA til OL í Rio næsta ár. Tað skrivar heimasíðan, svimjing.com. Pál Joensen byrjaði annars ikki so væl, og hann hevði ilt við at fylgja fremstu svimjarunum. Men tá teinurin var hálvsvomin, kom Pál upp í leikin aftur. Tá 800 metrar vórðu lagdir afturum, lá hann á einum tryggum triðjaplássi, sum hann helt seg á allan vegin á mál. Vinnaratíðin hjá Jan Micka var 15.02.08, meðan Mikhailo Romanchuk kom á mál við tíðini 15.02.34. Sostatt vóru teir báðir seks sekund framman fyri Pál. Við tíðini 15 08.90 hevur Pál Joensen fyri aðru ferð í hesi World Cup kappingini svomið undir kravtíðina hjá FINA til Olympisku leikirnar í Rio. Fyrru ferð var týsdagin við tíðini 15.13.69 Danir hava so aftur ásett sær eina enn harðari OL kravtíð á 15 07.53, og er Pál einasti svimjari í danska ríkinum, ið hevur klárað at svimja undir ta tíðina. Tað var til HM í Kazan, har tíðin var 14 58.52. Í hesi fyrstu málsendingini, sum hevur fingið heitið, Máltíð, verður føroyskt mált og vigað í breiðum týdningi, har Eivind Weyhe, lektari í málfrøði, og Elin Henriksen, rættlesari og týðari, skifta orð um størstu avbjóðingarnar hjá føroyska málinum. Eisini verður kavað niður í útvarpssavnið, har arbeiðið at talgilda tilfarið í savninum í eini verkætlan, sum eitur Savnsgull, gongur við rúkandi ferð. Vit finna gamlar tíðindastubbar fram, sum onkursvegna fáa okkum at steðga á málsliga. Journalistar á Aktuelt deildini í Kringvarpi Føroya meta um orðingarnar í gomlu skjølunum. Máltíð borðreiðir eisini við einføldum, men góðum, málsligum ráðum, og at enda er Petur Øster tilreiðar við síni klummu, sum hann kallar eina hugleiðing av hátúni. Ítróttarmál kann festa í fjúsið hjá málkønum við sínum mongu dømum um myndamál, men ítróttarmál má og skal vera livandi, og tí er tað ikki neyðturviliga nakað negativt, at myndamálið verður so dúgliga nýtt. Gestir í Máltíð hesaferð eru Sonne Smith, journalistur, Randi Meitil, cand.mag í føroyskum og sponskum og Suni Merkistein, ítróttarfrásøgumaður. Vit fara eisini niður í útvarpssavnið, har vit grava gamlar tíðindastubbar fram, sum onkursvegna fáa okkum at steðga á málsliga. Journalistar á Aktuelt deildini í Kringvarpi Føroya meta um orðingarnar í gomlu skjølunum. Máltíð borðreiðir eisini við einføldum, men góðum málsligum ráðum ella tummilfingrareglum, og at enda er Petur Øster tilreiðar við síni klummu, sum hann kallar eina hugleiðing av hátúni. Hugburðurin til mál og málburð er broyttur nógv seinastu árini. Samfelagið er alsamt meiri og meiri merkt av individualismu, og fólk vilja gera, sum tey vilja heldur enn tað, sum normar og reglur áseta. Gestir í Máltíð hesaferð eru Vár í Ólavsstovu, ph.d., adjunktur í móðurmálsnám og undirvísingarfrøði, Eydna Skaale, cand.mag í retorikki og blaðstjóri á Kvinnu, og Dorit Hansen, ritstjóri og høvundur. Í Savnsgullinum grava vit gamlar tíðindastubbar fram, sum onkursvegna fáa okkum at steðga á málsliga. Journalistar á Aktuelt deildini í Kringvarpi Føroya meta um orðingarnar í gomlu skjølunum og samanbera við tíðindastubbar í dag. Máltíð borðreiðir eisini við einføldum, men góðum málsligum ráðum ella tummilfingrareglum, og at enda er Petur Øster tilreiðar við síni klummu, sum hann kallar eina hugleiðing av hátúni. Tað sigur Tróndur Sigurðsson, formaður í Byggi og býarskipanarnevndini hjá Tórshavnar býráði og limur í Vinnunevndini, sum hevur Tórshavnar havn undir sær. Grindalógin verður eftirmett í Fiskimálaráðnum, men skyldan at rópa grindaboð verður neyvan strikað. Landsstýrismaðurin heldur tó, at misskiljingin um revsiheimildina skal beinast av vegnum. Hon er ikki ætlað vanligum ferðafólki. Øssur Winthereig, nevndarlimur í felagnum Føroyskum miðlafólkum, er í øðini, nú Mentamálaráðið hevur noktað Kringvarpi Føroya innlit í Marknagilsdepilin. Alsamt meira bendir á, at ein bumba var um borð á russiska ferðafólkaflogfarinum, sum datt niður 23 minuttir eftir fráferð úr Sharm el Sheik floghavnini í Egyptalandi leygardagin í síðstu viku. Bretskar og amerikanskar fregnartænastur hava sporað og lurtað eftir samrøðum millum fólk hjá yvirgangsfelagsskapinum ISIS á Sinainesinum og fólk hjá felagsskapinum í Raqqa í Sýria. Og hesar samrøður styrkja ástøðið um, at talan var um eina bumbuatsókn. Fregnartænasturnar hava samanborið hesar samrøður við tað, sum hendi umborð á Airbus A321 flogfarinum lagnuminuttirnar. Og sambært CNN eru samrøðurnar millum ISIS fólkini rættuliga neyvar í so máta. Fyrstu kanningar av svørtu kassunum frá flogfarinum benda á tað sama. Sambært altjóða fjølmiðlum siga álítandi keldur tætt við serfrøðingarnar, sum kanna svørtu kassarnar, at á upptøkunum hoyrist ein spreinging. Ei heldur er nakað tekin um tøknilig brek umborð. Serliga slagið av smápartafelagi, íverksetarafelag, er ein av nógvum broytingum í lógunum, sum eru galdandi fyri vinnulívið í Føroyum. Endamálið við broytingunum er at gera føroyskan vinnufelagarætt altjóða kappingarføran, so krøvini í Føroyum ikki eru strangari enn í øðrum londum. Tað skal eisini gerast lættari at stovna fyritøkur við avmarkaðari ábyrgd. Millum annað fer kravið um partapenging í vanligum smápartafeløgum úr 80.000 krónum niður í 50.000 krónur. Hesar fyritøkur, tær størstu, fáa eisini álagt at greiða frá í sínum ársfrágreiðingum, um tær hava samfelagsábyrgd, til dømis viðvíkjandi umhvørvi ella mannarættindum. Og landstýrið vil hava heimild til at krevja, at alt viðkomandi skrivligt samskifti millum fyritøkur og myndugleikar verður talgilt, og loyva skattavaldinum at fáa innlit í eigaraupplýsingar í sambandi við handhavapartabrøv, tá eigaraparturin er minni enn fimm prosent. Eftir 1.juni næsta ár skal ikki bera til at stovna feløg við avmarkaðari ábyrgd eftir vinnufyritøkulógini. Orsøkin er, at hesi feløg líkjast nógv partafeløgum og smápartafeløgum, men tey eru minni gjøgnumskygd og hava færri krøv um kapital og leiðslu. Í dag er fyrstu ferð í 25 ár, at val er í Myanmar. Aung San Suu Kyi og flokkur hennara, National Leaugue of Democracy, kappast við USDP flokkin, sum hermegin í landinum stuðlar. Aung San Suu Kyi, sum nógv ár var í húsavarðhaldi í landinum, greiddi sambært AP tíðindastovuni atkvøðu nærhendis staðnum, har hon sat í varðhaldi. Sambært AP er hetta fyrstu ferð, at tann nú 70 ára gamli andstøðupolitikarin sleppur at velja. Sjálvt um Aung San Suu Kyi og flokkur hennara vinna valið, kann hon ikki gerast forseti. Lóggávan í Myanmar sigur, at fólk við familju í útlandinum kunnu ikki leiða landið. Suu Kyi hevur tveir synir við bretskum passi. Tróndur Leivsson, stjóri á Búnaðarstovuni, sigur, at játtanin hjá stovuni til gransking er ov lítil, nú útlendskir granskarar undrast á, at føroyingar gera so lítið við at granska í plantum og matvørum. Tróndur Leivsson sigur, at í dag eru bara tvey fólk, sum fáast við gransking og ráðgeving á stovninum. Annar er landbúnaðarráðgevi, og hin røktar hagan. Harafturat er nøkur tímalønt, sum gera ávísar uppgávur. Men lóg floksins sigur, at annar næstformaðurin skal vera formaðurin í tingbólkinum, og hin skal ikki vera tingfólk ella landsstýrisfólk. Nýggjur næstformaður er Jónleif Johannesen, sum er formaður í tingbólki Javnaðarfloksins. Nýggj næstforkvinna er Margit Stórá, sum starvsnevndin valdi í gjár. Tá so lærararnir Rúni og Tórhild Bjarkhamar í Leirvík komu við einum lidnum uppskoti um skeið, tók býráðið av, sigur Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu. Men skeiðið er ikki bara eitt málskeið. Fyrsta lýsingin hjá 39 handlum i Miðbýnum í Havn um Tax free dagin 31.oktober var helst ikki í samsvari við lógina um marknaðarføring, sigur Brúkaraumboðið. Fyri at greina, hvat aðalráð og hvat landsstýrisfólk hevur ábyrgdina av økinum, verður nú skotið upp, at Apoteksverkið skal verða stovnur undir Heilsu og innlendismálaráðnum. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu og innlendismálum, hevur sent uppskotið til hoyringar. Samstundis verður ásett, at tað er landsstýrisfólkið í heilsu og innlendismálum, sum tilnevnir landsapotekaran. Landsapotekarin verður setanarmyndugleiki, tá apotekarar verða settir í fast starv á apotekunum kring landið. Vakthavandi á Politistøðini í Havn sigur, at tey hava fingið fáar fráboðanir í sammbandi við illveðrið. Fráboðanirnar hava yvirhøvur verið frá fólki, sum eru stúrin um, at okkurt liggur leyst, og sum kann elva til skaða. Í Vági skrædnaði ein pressending á einum bygningi, sum verður umvældur, í nógva vindinum. Politiið boðaði sløkkiliðnum á staðnum frá. Í fjør vórðu tvær ferðir so nógvir migrantar úr øðrum londum enn ES skuldsettir samanborið við undanfarin ár, vísa tøl hjá ríkisløgregluni. Í 2019 vórðu 289 útlendingar skuldsettir. Í 2014 var talið 616. Flestu migrantar koma úr londum í Afrika ella Asia, og teir arbeiða ólógliga eitt nú í matstovu og reingerðingarvinnuni. Sambært útlendingastýrinum verða útlendingar, sum arbeiða ólógliga í Danmark, revsaðir við bót ella fongsli í eitt ár. Í ringasta føri verða teir vístir av landinum. Talið á arbeiðsgevarum, sum eru skuldsettir fyri at hava útlendingar ólógliga í starvi, er eisini vaksið. Í 2010 vóru teir 345, men í fjør vórðu 502 útlendingar skuldsettir. Í dag verða tveir almennir kunningarfundir um Horizon 2020, og á fundunum vera serfrøðingar úr Brússel. Tað skrivar heimasíðan hjá Granskingarráðnum. Annar fundurin verður klokkan 10 í Vinnuhúsinum í Havn. Hin kunningarfundurin verður klokkan 14 30 á Bókasavninum við Løkin í Runavík. Greinin heldur fram niðanfyri. Granskingarráðið sigur, at kunningarfundirnir venda sær serliga til fyritøkur, sum hava áhuga at søkja um stuðul úr Horizon 2020 til menningar og vakstrarætlanir. Horizon 2020 er stuðulsætlanin hjá ES fyri gransking og nýskapan. Ætlanin er galdandi frá 2014 til 2020, og talan er um tilsamans 592 milliardir krónur. Grein 19 nevndin heitir á tingið um at taka frágreiðingina frá nevndini til eftirtektar. Nevndin heitir samstundis á landsstýrið um at fyrireika og leggja fram lógaruppskot. Tað skal gerast, so stig verða tikin, soleiðis at óhepnar mannagongdir og avleiðingar ikki verða endurtiknar, sum hava verið av málinum um Eik Grunnin. Mikudagin fer Vinnunevndin at hava fund við Søren L. Bruhn, stjóra í Suðuroyar sparikassa, Súna Schwartz Jacobsen, forstjóra í Eik og TF Holding, og Poul Michelsen, landsstýrismann í vinnumálum. Mann plagar at siga, at øll sár lekjast, men henda upplivingin er nakað, sum altíð kemur at standa føst í minninum. Soleiðis sigur 65 ára gamli Manni Waag Høgnesen um syrgiligu ferðsluvanlukkuna, hann var partur av fyri 39 árum síðani í Klaksvík. Ein 13 ára gamal drongur kom koyrandi á súkklu frá einum síðuvegi og rendi beint á bilin. Eg hevði ongan kjans fyri at síggja hann. Politiið segði eisini, at eg kundi ikki gjørt nakað fyri at forða fyri hendingini, sigur Manni Waag Høgnesen, sum í nøkur ár arbeiddi sum hýruvognsførari, áðrenn hann bleiv koyrilærari. Hendingin hevði stóra ávirkan á Manna Waag Høgnesen, og heldur óvæntað bleiv hon byrjanin upp á eitt vinarlag fyri lívið. Foreldrini at dronginum, sum doyði, tóku sær væl av mær frá fyrsta degi av. Ongantíð eri eg blivin so væl móttikin ini í nøkrum heimi, sum eg bleiv inni hjá teimum, sama kvøldið sum vanlukkan var, sigur Manni Waag Høgnesen. Í Vegamótinum fortelur Manni Waag Høgnesen millum annað um hendingina, vinarlagið millum familjurnar, og hvussu ferðsluvanlukkan framvegis er í minninum. 600.000 flóttafólk aftrat koma til til Kroatia, Grikkalands, Serbia og fyrrverandi jugoslaviska lýðveldið, Makedonia, sigur UNHCR, sambært tíðindastovuni hjá Ritzau. Hetta til februar í 2016 fara 5.000 flóttafólk og migrantar at koma til londini um dagin, sigur flóttastovnurin. Mikudagin hittast ríkis og stjórnarleiðarar úr flestu ES londum og 30 afrikanskum londum til toppfundar í Valletta á Malta um flóttafólkakreppuna. Skulu vit sleppa undan tí ringasta, er neyðugt at seta meiri ferð á arbeiðið, skrivar formaðurin í ES ráðnum, Donald Tusk, í innbjóðingini til ríkis og stjórnarleiðararnar. Formansskapurin í Løgtinginum hevur viðgjørt eitt uppskot um eykajáttan. Útreiðslan er lógarbundin og skal játtast. Løgtingsfólk, sum fara frá eftir eitt løgtingsval, fáa í minsta lagi løn í fýra mánaðir og í mesta lagi løn í seks mánaðir eftir valið. 15 fólk fara úr tinginum í ár. Tey fáa tilsamans 1,3 milliónir krónur í bíðipengum og tilsamans 200.000 krónur í eftirløn. Eftirlønin er til tey, sum fara úr tinginum, og sum eru komin í eftirlønaraldur. Løgtingsval var í september. Av tí at nøkur løgtingsfólk fáa bíðipengar í seks mánaðir, skal ein upphædd eisini setast av til bíðipengar á fíggjarlógini fyri 2016. Málið um vanlukkuna á Eystaru Bryggju í september í fjør, tá ein ungur maður læt lív undir lossing, endar nú í rættinum. Hóast talan er um eina deyðsvanlukku, kann arbeiðsgevarin ikki vænta sær harðari revsing enn bót. Enn er ikki gjørt av, nær málið kemur fyri í rættinum. Hoyr alla samrøðuna við Martin Gravesen, varafúta. Á pallinum eru fýra royndir leikarar Beinta Clothier, Súsanna Tórgarð, Nicolaj Falck og Hans Tórgarð. Harumframt situr Magnus Johannessen við tangentarnar og spælir afturvið. Niclas Sigurheim er fróðarmaður og hann greiðir frá ymiskum søguligum viðurskiftum í bygdini. millum annað frá kendu skaðagrindini fyri 100 árum síðani og fyrsta lestrinum á føroyskum, ið varð lisin í Sandvíkar kirkju jólakvøld 1911. Lonnie Bengtsen, nevndarlimur í Bygdarfelagnum á Rananum, sigur, at felagið hevur nógv á skránni. Sandvík er ein nýggjársbygd burturav, og tí verður serliga nógv gjørt burtur úr nýggjárshaldinum. Ein av teimum, sum alt árið savna blikk til nýggjárshaldið, er Hildigunn Hildibjartsdóttir. Rakul Jóhanna Nielsen og Kristian Bertholdsen, sum eru ávikavist 25 og 29 ára gomul, hava keypt eini stór sethús í Sandvík, og tey fluttu inn í september mánaði. Rakul hevur í fleiri ár arbeitt í Havn, men hevur longst suður til heimbygdina. Kristian, sum er úr Nesi í Hvalba, trívist væl í Sandvík. Gomlu bóndahúsini uttan ánna eru millum elstu hús í Suðuroynni, og eru tey best varðveittu í oynni frá gamlari tíð. Rannveig Hovgaard greiðir frá sínum áhugaverda ættarhúsi. Fornminnissavnið eigur húsini, men Rannveig heldur, at tey verða alt ov lítið brúkt. Meðan vit vitja í Sandvík, kemur stórur bátur til bygdar. Feðgarnir Niclas og Jákup Pauli Sigurheim hava keypt hann úr Fuglafirði. Báturin er 36 føtur, og Jákup Pauli hevur nógvar ætlanir. Í vár ætlar hann sær á Norðhavið. Báturin eitur eftir dóttrini og systrini, Marý Sigurheim, ið eisini er á støðni, tá báturin kemur suður. Kollfirðingurin Andras N. Joensen hevur búð í Sandvík í mong ár, og her trívist hann avbera væl. Hann og konan Henrietta Lagfoss hava døgling til døgurða, og Andras greiðir frá døglinginum, ið kemur á Sandvík og Hvalba við jøvnum millumbilum og er gott íkast til húsarhaldini í sóknini. Á hvørjum ári skjýtur Andras eisini skarv. Landsliðsvenjararnir, Andreas F. Hansen og Harald Bjørgvin hava úttikið 19 leikarar. Fríða Petersen Neistin Ása Dam á Neystabø Neistin Marjun Falkvard Danberg Neistin Eir Martinsdóttir Berg Neistin Birita Jacobsen Neistin Brynja Høj Neistin Anna Armgarðardóttir Brimnes Kyndil Bjarta Osberg Johansen Kyndil Turið Arge Samuelsen Kyndil Bára Krossteig Hansen Kyndil Agnas Olsen VÍF Liljan Djurhuus VÍF Eilin Súsanna Hansen VÍF Marianna Holm Jacobsen VÍF Helga Eyðunsdóttir Kjærbo VB Bára Berthelsen STÍF Fríðrún Danielsen STÍF Rebekka Justinussen STÍF Ruth Mohr Heen CIK Amager Brúgvin um Sandá er ikki liðug enn, men tað er trupult at fáa nakað at vita um, nær brúgvin so verður liðug. Mikael Viderø, tekniskur stjóri í Tórshavnar Kommunu, vil í dag ikki gera viðmerkingar til málið um brúnna um Sandá. Mikael Viderø sigur, at tey í løtuni arbeiða við málinum um avlevering, dagbøtur og meir og minniveitingar í samband við arbeiðið. Samráðst verður um hetta hesa vikuna, og tá tær samráðingarnar eru lidnar, ber til at greiða nærri frá arbeiðinum við brúnni, sigur tekniski stjórin. Higartil er brúgvin altso seinkað umleið tríggjar og ein hálvan mánað. Í mars í ár segði Boði Haraldsson, býarverkfrøðingur í Havn, at brúgvin skuldi vera liðug á Ólavsøku. Tá helt kommunan, at lægsta tilboðið upp á knappar 55 milliónir krónur fyri bæði brúgv og rundkoyringar, sum var frá Articon, var ov dýrt. Avgjørt varð at biða um nýggj tilboð. Kommunan tók av tilboðnum frá J og K Petersen upp á knappar 60 milliónir bara fyri at gera brúnna. Haraftrat varð avtala gjørd við eina aðra fyritøku um at gera vegir og rundkoyringar fyri slakar 10 milliónir krónur Tilsamans 70 milliónir krónur. Nú er arbeiðið so seinkað nakrar mánaðir. Seinkingar plaga at merkja, at arbeiðið verður dýrari, annaðhvørt fyri arbeiðstakaran ella byggiharran og harvið skattaborgaran. 100 gram av hashi til egna nýtslu, sum heilivág ímóti ADHD. Tað segði ein 24 ára gamal maður vera orsøkina til, at hann hevði keypt 100 gram av hashi í Danmark fyri 5.000 krónur Maðurin vildi ikki lata seg skanna á Landssjúkrahúsinum, um hann hevði hash í sær, og tí helt dómarin, at hann kundi forða kanningararbeiðinum, og tí átti hann ístaðin átti at vera undir eftirliti í sjey dagar. Tá komið varð á Landssjúkrahúsið vildi maðurin ikki í scannaran kortini, og royndi at sleppa til rýmingar. Tí varð hann fluttur á løgreglustøðina, meðan málið varð fyrireikað til rættin. Í rættinum greiddi ungi maðurin frá, at hann var farin til Danmarkar at spæla poker, og at hann samstundis keypti tey 100 grammini av hashi fyri 5.000 krónur. Hashið brúkti hann sum heilivág fyri ADHD, og at tað virkaði væl betri enn vanligi heilivágurin. Tað hevur hann gjørt seinastu fýra árini. Hann metti at tey 100 grammini vóru til tveir mánaðir. Maðurin segði at hann hevði latið løgregluni hashið. Tá hann varð spurdur, hví hann ikki vildi í scannaran, segði hann, at hann hevði fingið álvarsligan skaða á prutli, og hevði fleiri jarnplátur í kroppinum. Hann hevði fingið at vita frá læknum, at tað ikki var skilagott at fara í røntguna, og tí valdi hann at gera eftir boðunum frá teimum. Ákæruvaldið bað um, at maðurin í fyrsta lagi skuldi skannast fyri hash í sær, og í øðrum lagi at hann var varðhaldsfongslaður í minsta lagi 3 ferðir 24 tímar, so tað kundi staðfestast um hann hevði hash í sær. Verjin mótmælti varðhaldsfongslingini. Hann vísti á, at 24 ára gamli maðurin hevði viðgingið at hann hevði smuglað hash, og at hann hevði latið løgregluni hashið, og tí var eingin orsøk til at varðhaldsfongsla hann. Dómarin umhugsaði støðuna eina løtu, áðrenn hyann gjørdi av, at 24 ára gamli maðurin skuldi verða í varðhaldi í sjey dagar, so eftirlit kundi vera við, um hann hevði hash í sær, tá hann ikki vildi í scannaran. Maðurin kærdi ikki avgerðina til landsrættin. Eivør hevur í ár givið út tvær fløgur. Tann fyrra fløgan, Room , kom út í vár. Seinna fløgan, Slør , kom út til heystar. Nú hevur Eivør latið úr hondum nýggja sjónbandalagið, Brotin , sum Dávur Djurhuus hevur framleitt. Lagið, Verð mín , sum eisini finst á nýggju útgávuni, liggur á netinum sum tekstsjónbandalag. Marjun S. Kjelnæs eigur orðini, og Máni M. Sigfússon hevur framleitt sjónbandið. Landsverk og TG Verk arbeiða við at finna eina loysn á ósemjuni um Marknagilsdepilin. Men fyri tólv døgum síðani var støðan so spent, at stjórin á Landsverki nevndi møguleika at seta sáttmálan við TG Verk úr gildi. Tað sæst í frágreiðingini, sum Landsverk hevur sent Mentamálaráðum. Tað er ikki loyvt at hava eina fjalda agenda ella at reklamera í gudstænastunum, sum Kringvarpið sendir. Tað sigur Armgarð Arge, átrúnaðarligur samskipari í Kringvarpinum. Ein maður miðskeiðis í tjúgunum fekk í gjár 50 daga fongsulsrevsing og 1.000 krónur í bót fyri millum annað at hava lagt eina mynd av fyrrverandi gentu sínari á Facebook vangan hjá sær. Á myndini, maðurin legði á Facebook, var gentan nakin oman fyri beltið. Maðurin er eisini dømdur fyri at bróta ferðslulógina. Hann misti koyrikortið í eitt ár fyri tað. Maðurin er dømdur fyri at hava koyrt á bilin hjá fyrrverandi gentuni, og fyri at hava snarað yvir í vinstru breyt, tá bilar teirra nakrar dagar seinni møttust á Norðrara ringvegi í Havn. Um gentan ikki bar so skjótt at og fekk snarað sínum bili, høvdu bilarnir stoytt saman, sigur rætturin. Maðurin noktaði seg sekan í øllum trimum ákærunum. Boðini vóru greið frá fleiri evropiskum fíggjarmálaráðharrum, tá teir fóru á fund í evru bólkinum seinnapartin í gjár í Brússel í Belgia. Vit verða noydd at fullføra fyrsta deilmálið í avtaluni, og tað skal verða sum skjótast, segði formaðurin fyri evru bólkin, Jeroen Dijsselbloem, beint undan fundinum. Grikkaland skal seta í verk 48 ítøkilig tiltøk sambært ætlanini fyri nýskipanir, skal grikska stjórnin fáa upphæddina, ið svarar til 15 milliardir danskar krónur. Peningur, sum eftir ætlan skuldið verið fluttur Grikkalandi í oktober. Umleið ein triðingur av teimum 48 tiltøkunum, ið skulu setast í verk, eru ikki fullførd, sigur ein kelda við týsku tíðindastovuna, DPA. Tað er bara Grikkaland sjálvt, ið skal seta í verk hesi tiltøk, sum vit samdust um í august mánaði, segði týski fíggjarmálaráðharrin, Wolfgang Sch uble, undan fundinum. Búskaparkommisserurin í ES, Pierre Moscovici, er tó framvegis bjartskygdur, hóast grikkar drála, og hann segði í gjár, at næstu dagarnar ber til at finnan semju um støðuna. Alifyritøkur hava søkt Aliumsitingina um loyvi til at ala rognkelsi í Føroyum. Neyðugt er at broyta rakstrarkunngerðina soleiðis, at hon eisini umfatar aling av rognkelsi. Hetta verður gjørt, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður, í svari til Bjørn Kalsø, løgtingsmann. Rognkelsi verða brúkt til at taka laksalús. Síðani á heysti í fjør hava alarar í Føroyum innflutt 575.000 rognkelsi úr Íslandi. Men hesin innflutningur er fyribils steðgaður, tí fiskasjúkan VHS virus er staðfest í íslendsku alistøðini, sum hevur latið rognkelsi til Føroya. Skotar eru ikki minni í øðini um rættin hjá føroyingum at fiska makrel í skotskum sjógvi, nú frágreiðing hjá Seafish sigur, at skotar fiskaðu ongan makrel ella svartkjaft í føroyskum sjógvi í fjør. Skotska uppsjóvarfiskivinnan biður nú bretsku stjórnina og ES nevndina um at skerja møguleikan hjá føroyingum at fiska makrel í ES sjógvi. Semjan, sum Føroyar, ES og Noreg gjørdu í fjør, loyvir føroyingum at fiska makrel í ES sjógvi. Samstundis fingu ES skip loyvi til at fiska part av sínari kvotu í føroyskum sjógvi. Nú er greitt, at skotsk skip fiskaðu ikki ein einasta stert í føroyskum sjógvi í fjør, skrivar Intrafish. Men føroyingar fiskaðu makrel og svartkjaft fyri 440 milliónir krónur í ES sjógvi. Bæði fiskimenn og fiskiídnaðurin í Skotlandi vilja nú hava rættvísari avtalu millum ES og Føroyar, so eisini skotar fáa okkurt burtur úr henni. Stjórin í felagnum hjá skotskum uppsjóvarfiskimonnum, Ian Gatt, sigur við Intrafish, at føroyingar sleppa at fiska góðan makrel á somu leiðum sum skotar fiska. Hetta órógvar makrelsøluna og marknaðarføringina hjá skotum. Tí veturin frammanundan, veturin 2013 2014, fóru bara 1.173 tons av salti á vegirnar. Landsverk minnir tey, sum eiga bil, á at skøða bilarnar til veturin og koyra eftir umstøðunum. Fyrsta hálkan hevur longu verið. Hon var sunnudagin 25. oktober, tá vandi var fyri hálku á Vestmannavegnum, Oyggjarvegnum, millum Fjarða og við Skálafjørðin. Bara tann dagin, 25. oktober í fjør, vóru 2,6 tons av salti stroydd á hesi vegarstrekki. Seinasta vetur var nógvur kavi. Stórkavarnir í januar og februar darvaðu ferðsluni í fýra dagar. Í 2012 2013 vóru 132 hálkudagar, og veturin 2009 2010 vóru 141 hálkudagar, upplýsir Landsverk , sum hevur brynjað seg til veturin. Samanlagt vóru tað 103 hálkudagar í tíðarskeiðnum sept mai, í mun til bert 76 hálkudagar árið frammanundan, sum so eisini var tað lægsta í nógv ár. Til samanberingar vóru í 2012 2013 132 hálkudagar, og veturin 2009 10 vóru ikki minni enn 141 hálkudagar. Leguhúsið í Nesvík skal útbyggjast, skrivar heimasíðan. Ætlaða útbyggingin fevnir um 12 hjúna og familjukømur, felagsøki við útsýni suður móti brúnni, umframt góðar 450 fermetrar stór kombihøll. Høllin skal partvís nýtast til møti, fyrilestrar, skeið, konsertir og aðrar samkomur. 500 sitipláss vera í høllini. Harumframt skal høllin nýtast til alskyns ítrótt og spæl. Knýtt at høllini eru skiftirúm við brúsum. Tørvurin at byggja út er stórur. Serliga er tørvur á høllini, tí sum er má matsalurin umskipast í samband við alt annað virksemi. Í 25 ár hevur Leguhúsið í Nesvík hýst túsundtals børnum, ungum og vaksnum úr øllum Føroyum til legur og onnur tiltøk. Samanlagt eru umleið 10 15.000 gistingar í Nesvík hvørt ár. Tá verandi leguhús varð bygt 1987 1993 , varð tað borið av sjálvbodnum hondum. Sama er við ætlaðu útbyggingini, sum er mett at kosta umleið 30,5 milliónir krónur Í sendingini hoyra vit tónleik fyri messingljóðføri eftir Henri Tomasi, Jacques Casterede og Erik Ewazen. Lagt til rættis Ólavur Olsen. Nú ein mánaður er farin, síðani Lønardeildin og Starvsmannafelagið gjørdu tvey ára sáttmála tann 12. oktober, eru ikki fleiri sáttmálar undirskrivaðir við fakfeløg, sum hava limir á almenna arbeiðsmarknaðinum. Snorri Fjalsbak, leiðari á Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum, sigur, at í løtuni eru samráðingar við BLF, handverkarafeløgini, Lærarafelagið, Pedagogfelagið, Maskinmeistarafelagið, Akademikarafelagið, Kost og føðslufelagið og Skipara og navigatørfelagið. Samráðingarnar við Pedagogfelagið eru partvís saman við Kommunala arbeiðsgevarafelagnum. Lønardeildin hevur sáttmála við 26 fakfeløg og harafturat sjey avtalur við tænastufólk. Tað er kanska í sjálvum sær ein tann størsta avbjóðingin hjá føroyskum. Tað kemur fram í nýggju málsendingini, Máltíð , sum verður send í útvarpinum seinnapartin. Landsstýrið vil broyta líkningarháttin í norðurlendsku dupultskattaavtaluni, soleiðis at skatturin verður tann sami, óansæð um arbeitt verður í Føroyum ella uttanlands. Hetta er eitt stig á vegnum móti málinum, at skatturin verður goldin, har tú býrt, heldur enn har tú arbeiðir, sigur Kristina Háfoss. Lego Holics úr skúlanum á Argjahamri gjørdist vinnari 2015, triðja árið á rað. Filip úr Lego Holics greiðir frá. Eisini hoyra vit børn av Sandi siga sína hugsan um kappingina. Fólk og dólgar í Kardumummubýnum er sjónleikur, sum verður sýndur í sjúnleikarahúsinum í Havn. Vit hitta leikarar, hoyra sangir, hoyra brot úr leikinum og tveir dreingir siga sína hugsan um leikin. Í skúlanum við Løgmannabreyt hava tey havt eitt sera spennandi evnisarbeiði í eina viku. Evnið er samfelagið. Tey arbeiða, fáa pengar afturfyri og sleppa at keypa alt møguligt. Týska flogfelagið, Lufthansa, hevur síðani fríggjadagin avlýst hundraðtals flogferðir. Starvsfólk hjá felagnum hava lagt arbeiðið niður, tí tey eru ikki nøgd við arbeiðsviðurskiftini. Starvsfólkini hjá Lufthansa halda, felagið eigur at bøta um møguleikarnar hjá starvsfólkunum at fara frá fyri aldur tíðliga, men tí er leiðslan ikki samd í. Umboð fyri starvsfólkini og leiðsluna hjá Lufthansa hava síðani fríggjadagin roynt at semjast, men higartil uttan eydnu. Tí verður arbeiðssteðgurin nú víðkaður. Alt arbeiðið verður lagt niður frá mikumorgninum til á midnátt fríggjadagin, siga umboð fyri starvsfólkini hjá Lufthansa, sambært tíðindastovuni, Asociated Press. Arbeiðssteðgurin hevur longu rakt túsundtals ferðafólk, ið hava flogið við Lufthansa síðani fríggjadagin. Nú fara enn fleiri ferðafólk at merkja arbeiðssteðgin. Fakfelagið vil tryggja teimum 19.000 starvsfólkunum betri eftirlønarviðurskifti, fara tey frá fyri aldur tíðliga. Flogfelagið vil tó ikki ganga við til krøvini hjá fakfelagnum. Jan Ziskasen tosaði í morgunsendingini mánadagin um tónleik, at flyta aftur til Føroya, at arbeiða seg upp eftir og framtíðar møguleikarnar hjá Føroya Tele. Fróði Magnussen, sum vit kenna best sum stjóri á Formula, tosaði í morgun um túrin við Avalon úr Skotlandi til Føroya, um at skjóta harur og taka havhest, um kappróður og um einar serliga handskar ella vøttir, sum konan hevur bundið og tøvt. Hetta er helst týdningarmesta avgerðin, sum bretska fólkið skal taka í nýggjari tíð, segði David Cameron, bretski forsætisráðharrin, í eini røðu í dag. Niðurteljingin til fólkaatkvøðuna í Bretlandi um limaskapin í ES er byrjað, og sambært David Cameron fær fólkaatkvøðan stóran týdning fyri landsins framtíð. Tað er neyðugt at gera nýskipanir í ES, so felagsskapurin verður kappingarførari. Leiðararnir í ES londunum eiga at verða meiri liðiligur og leggja størri dent á at varðveita Bretland í samveldinum, segði Cameron í røðuni, sambært Ritzau. Bretski forsætisráðharrin sigur eisini, at trýstið frá tilflytarum er vorðið ov stórt, og bretar hava tørv á at fáa tamarhald á gongdini. Bretar eiga at vænta, at krøvini verða viðgjørd í størri álvara, sigur bretski forsætisráðharrin. Nýggju limalondini eiga ikki at fáa størri rásarúm í ES, fyrr enn búskapurin í hesum londum er komin á sama stig sum tann bretski, segði David Cameron. Í skúlanum við Løgmannabreyt hava tey havt eitt sera spennandi evnisarbeiði í eina viku. Evnið er samfelagið. Tey arbeiða, fáa pengar afturfyri og sleppa at keypa alt møguligt. Aslaug Gisladóttir, umhvørvisleiðarin hjá IRF, saknar eitt politiskt átak, sum setur krøv til okkum at endurvinna meira av tí, sum vit blaka burtur. Tað sigur stjórin í Visit Faroe Islands, nú úrslitið fyri í fjør vísir, at ferðavinnan umsetti fyri 674 milliónur krónur. Tað eru 100 milliónur krónur meira enn árið fyri. Uni Leitisstein var so heppin at lokka tónleikarar og sjónleikarar spæla eitt lítið brot úr dramaleikinum Rósu Mariu, sum verður frumsýndur í Norðurlandahúsinum mikukvøldið. Tað er ikki nøktandi, at pedagogum og heilsurøktarum verður álagt at gera venjingar, sum ein fysioterapeutur átti at gjørt ella havt eftirlit við. Tað sigur Fysioterapeutfelagið, sum heldur, at Almannaverkið átti at veitt ókeypis fysioterapi til borgarar við stórum likamligum tarni. Nú gongur eisini betur hjá línuflotanum. Í fjør batnaði raksturin hjá teimum stóru línuskipunum so nógv, at hann samanumtikið gav avlop, í miðal 403.000 krónur hjá hvørjum skipi. Tað vísir ein greining, sum grannskoðaravirkið Numo hevur gjørt. Línuflotin hevði hall øll árini frá 2010 til 2013. Úrslitið í fjør batnaði, serliga tí fíggjarinntøkurnar hjá ávísum skipum vuksu, og haraftrat hækkaði fiskaprísurin. Størri fíggjarinntøkur stava frá, at okkurt skip hevur fingið skuld strikaða. Í fjør vóru 14 línuskip størri enn 110 tons í Føroyum. Í miðal fiskaðu tey 902 tons og seldu fyri slakar 12,2 milliónir krónur Miðalprísurin var 13,47 krónur fyri kilo. Í 2013 fingu skipini í miðal 2,33 krónur minni fyri kilo. Línuskipini vóru í miðal 222 dagar á fiskileið í fjør. Jacob Vestergaard setir spurnartekin við, hví farið verður frá eginkvotum yvir til felagskvotu, og um Høgni Hoydal hevur hesa heimildina. Jacob Vestergaard undrast eisini á, at sitandi samgonga, sum talaði ímóti at áseta tilfeingisgjald fyri hvørt fiskað kilo, nú velur júst hendan leistin. Hoyr samrøðuna, Jón Brian Hvidtfeldt gjørdi við Jacob Vestergaard, fyrrverandi landsstýrismann í fiskivinnumálum. Føroya rættur gav í gjár einum fiskimanni 50 daga fonsgulsrevsing fyri at taka í ein skipsfelaga og geva honum nevan frammaná og seinni sama dag hótta hann við at knúsa hann sundur, tá teir komu í land. Sambært ákæruritinum varð maðurin sligin tíðliga á morgni 14. september í fjør í einum kamari og seinni um dagin hóttur í messuni á einum trolara. Ákærdi maðurin noktaði seg sekan. Dómarin legði dent á vitnisfrágreiðingar og frágreiðingina hjá manninum, sum varð sligin og hóttur. Dómarin helt ikki, at til bar at gera dómin treytaðan, hóast persónligu viðurskiftini hjá ákærda manninum eru góð. Annika Olsen spyr, um skúlin verður liðugur til ásettu tíð, og hvussu nógv hann fer at kosta. Hon sigur, at ósemjan, sum hevur tikið seg upp millum TG verk og Landsverk um Føroya størstu byggiætlan, hevur sátt iva, um skúlin verður liðugur til ásettu tíð næsta ár. Annika Olsen sigur, at byggikostnaðurin er hækkaður fyrr, og spurningurin er nú, um tað aftur verður neyðugt at biðja løgtingið um 10 tals milliónir í eykajáttan til Marknagilsdepilin. Hon vísir á, at tað er staðfest í samgonguskjalinum, at allir almenninir nybygningar skulu hitast við grønari orku, og hetta er ein ábyrgd, sum landsstýrið hevur. Tjøldrini á Ambadali, er skrivað út frá veruligum hendingum, sum hendu Petur Jacob og tveimum øðrum monnum, í Oknadali, men Petur Jacob hevur valt at flyta hendingina til Ambadal, har rithøvundin er uppvaksin við nógvum góðum minnum saman við abbanum. Tá Bogi Petursson Nielsen byrjaði í starvi á Faroe Ship visti hann, at hann skuldi taka við sum fíggjarstjóri í fyritøkuni. Men hann hevði ongantíð droymt um, at hann skuldi verða stjóri har. Tí gjørdist hann ikki sørt bilsin og eisini fegin, tá starvið stóð honum í boði. Í hesu sendingini hoyra vit plátuna John Coltrane And Johnny Hartman sum kom út á Pulse Records um ólavsøkuna í 1963 og bleiv ein instant classic. Um hetta mundið var Coltrane farin at útgeva plátur við egnum tónleiki undir egnum navni saman við sínum bólki, har millum hina slóbrótandi Impressions, eisini frá 1963. Johnny Hartman aftraði seg við at játta fyrispurninginum frá Coltrane um at innspæla hesa plátuna og segði seg ikki kalla seg sjálvan fyri jazz sangara. Hartman játtaði tó, eftir tilmæli frá Bob Thiel, sum framleiddi hesa framúr góðu plátuna, sum eisini bleiv tann einasta sum Coltrane innspældi saman við sangara. Lagt til rættis Arnold Ludvig. Ein lastbilur er farin inn í tunnilin, uttan at kranin er lagdur niður. Ein vifta undir loftinum inni í tunlinum er dottin niður og ein onnur vifta hongur í leys. Stutt eftir klokkan 11 sendi løgreglan út hesi boðini á Facebook. Royndir hjá tollvaldinum í Føroyum vísa, at fólk í størri mun royna at fjala hashið í sær, sigur leiðarin á tolldeildini hjá TAKS, Jens Christian Olsen. Tað var kortini ikki eitt skipað átak, sum um vikuskiftið hevði við sær, at tollvaldið og løgreglan løgdu hald á umleið 750 gram av hashi, sigur hann. At gera føroysk fiskirættindi atkomulig hjá øllum, við felagskvotu soleiðis, sum sagt er í uppritinum hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, fer at gera, at virðið á fiskinum næstu árini fer at minka ógvisliga. Fiskivinnuráðið mælir enn eina ferð staðiliga frá at brúka felagskvotur, tí tær eggja til olympiskan fiskiskap, kappfisking, og felagskvotur gera næstan altíð, at nógv minni fæst fyri fiskin, og tað hevur negativa ávirkan á búskapin. Sum frá líður føra felagskvotur til minni hýrur, vánaligari skip og ótrygg arbeiðspláss. Tær eggja eisini til, at loyvi ætlað øðrum fiskiskap, verða rættað móti felagskvotum. Hugsast kann, at óbrúkt línuloyvi verða virkin í svartkjaftafiskiskapinum. Felagskvotur eggja til ov stóra veiðiorku, sum gerst ein trupulleiki, tá kvotan minkar aftur, sigur Fiskivinnuráðið í ummæli sínum, sum varð sent Fiskimálaráðnum í morgun. Møguliga skal stóra felagskvotan fatast sum ein háttur at koma burtur frá býtinum í bólkar við felagskvotum, ella tí, sum andstøðan í seinasta valskeiði kallaði politiska útluting. Tað er eitt sjónarmið, sum Fiskivinnuráðið lutvist skilir, tí tað kann vera trupult at taka dagar millum, hvat umboðar eitt skynsamt ella rættvíst býti. Men at geva øllum veiðiloyvum rætt at fiska av eini stórari felagspulju er, um møguligt, uppaftur verri. Fiskivinnuráðið minnir á, at í smærri bólkum ber til at skipa fiskiskapin solei is, at sleppast kann undan ringastu ónollunum við felagskvotum. Til dømis gjørdi meginparturin av heimatrolarunum eina sínamillum avtalu um, hvussu teir vildu gagnnýta sína felagskvotu av makreli í ár. Úrslitið er, at allir fingu nógv meira burtur úr hvørjum kilo samanborið við olympiska fiskaríið í 2014. Við felagskvotu fyri øll veiðiloyvi er púra vónleyst at gera slikar avtalur. Tað er ógvuliga óheppið, sigur Fiskivinnuráðið eisini, at endaliga kvotan ikki verður sett fyrr enn móti ársenda, tí reiðaríini hava ikki havt møguleika at leggja fiskiskapin skynsamt til rættis. Sama, hvussu kunngerðin verður orðað, verður torført at skipa fiskiskapin í ár. Tí er ivasamt, um tað er rætt at hækka kvotuna nú. Tí nú hevur ICES mælt til at minka heildarkvotuna næsta ár. Løtan at hækka kvotuna er tí serstakliga illa vald, sigur Fiskivinnuráðið. Hækka Føroyar sína kvotu, verður heildarkvotan í ár næstan 80 prosent størri enn ICES mælti til. Føroyar eiga stóran part av svartkjaftakvotuni, men við hesum fylgir eisini ein viðkað skylda at umsita stovnin skynsamt. Fiskivinnuráðið leggur tó dent á, at landsstýrismaðurin við kunngerðini fremur eina politiska semju, sum hevur verið leingi. Samanumtikið vónar Fiskivinnuráðið, at uppskotið um kunngerð verður umhugsað av nýggjum í Fiskimálaráðnum. Men skuldi kunngerðin kortini komið, vónar Fiskivinnuráðið, at hon bara verður galdandi í ár. Brúgvin um Streymin er stongd í løtuni. Eitt ferðsluóhapp hendi seinnapartin beint norðanfyri brúnna, Eysturoyarmegin, upplýsir vakthavandi á politistøðini í Havn. Alarmsentralurin fekk klokkan 13 52 fráboðan um, at ein bilur hevði koyrt út frá innkoyringini til Norðskála og út fyri ein trailara, sum koyrdi oman móti brúnni eftir landsvegnum. Ferðslan um brúnna um Streymin stendur í løtuni í stað. Brúgvin letur ikki uppaftur fyrr enn kanningarnar eru gjørdar, segði Andrass Marr Poulsen, varapolitiinspektørur við útvarpið. Sløkkiliðið í Havn er á staðnum og klippir bilar sundur. Klokkan 14 51 komu tveir sjúkrabilar til Havnar. Frammanfyri báðar sjúkrabilarnar koyrdi hvør sín politibilur. Trý fólk eru flutt á Landssjúkrahúsið, segði Andrass Marr Poulsen, varapolitiinspektørur, í beinleiðis samrøðu við útvarpið klokkan trý. Klokkan 15 10 kom tann triði sjúkrabilurin til Havnar. Tann sjúkrabilurin var eisini fylgdur av einum politibili, ið koyrdi frammanfyri. Eitt ferðsluóhapp er hent við brúnna um Seymin, Eystouroyar megin. Ein bilur og lastbilur hava rent saman. Brúgvin er stong. Arbeitt veður við at rudda upp. Nærri kunning kemur, tá opið er aftur. Men fyri at binda um heilan fingur, verða fleiri royndir tiknar, og tey úrslitini verða greið um einar tríggjar vikur, sigur Birna Mørkøre, landsdjóralækni. Tað eru nógvar meiningar um, hvat kontanta avrokningin kann gera við fólk, sigur Anders Kúhnau, formaður fyri sjúkrahúsnevndini til økið í Miðjyllandi, í tíðindaskrivi, men vit bíða spent eftir úrslitinum. Vit viðgera støðu Bretlands við ES, og hví David Cameron, forsætisráðharri skipar fyri fólkaatkvøðu um ES limaskapin, sum hann í roynd og veru vil hava fólkið at siga ja til. Ætlanin við videoavhoyring er, at børn vanliga bara skulu avhoyrast eina ferð, og at børnini tí sleppa undan fyrst at verða avhoyrd av løgreglu, síðani í Føroya rætti og so kanska aftur í Landsrættinum. Kanning vísir, at rættarskipanin als ikki er egnað til revsimál, har børn eru partur. Og føroyskt mál er so at siga als ikki til í talgildu undirhaldsverðini. Íslendskt hevur somu avbjóðingar, men beinhørð lógarkrøv geva stór úrslit. Higartil hevur verið sagt, at Eysturoyartunnilin væntandi fer at kosta eina milliardir krónur og Sandoyartunnilin 865 milliónir krónur P F Eystur og Sandoyartunlar upplýsir, at enn er eingin neyv kostnaðarmeting tøk. Felagið arbeiðir við at útvega fígging og at bjóða út arbeiðið at byggja tunlarnar. Tá tilboðini eru komin, ber til at siga, hvussu nógv tunlarnir fara at kosta. Henrik Old, landsstýrismaður, svaraði í gjár spurningum frá Heðini Mortensen, løgtingsmanni, um undirsjóvartunlarnar, sum landið skal gera. P F Eystur og Sandoyartunlar upplýsir, at Landsverk, sum er góðkennandi myndug leikin, hevur prinsippgóðkent fyribils linjuføring. Eysturoyartunnilin kemur upp norðan fyri Hvítanes. Undir munnanum á Skálafjørðinum verður rundkoyring. Frá rundkoyringini fer so annar tunnilin til Runavíkar og hin til Strendur. Í lógini um tunlarnar er ásett, at Sandoyartunnilin verður millum Gomlurætt og Traðadal. Tí er endaliga staðfest, at Sandoyartunnilin skal ikki hava samband við Hest, sigur landsstýrismaðurin í samferðslumálum í svari sínum. Maðurin var staddur inni í einum úthúsi, har hann skuldi svíða nakrar gæs. Helst er brennarin ikki settur rætt á gassfløskuna, og gass er tí spakuliga likið úr fløskuni. Landsstýrismaðurin í uttanríkis og vinnumálum, Poul Michelsen, boðaði mánadagin landsstýrinum frá, at hann nú fer at enda samráðingarnar við Danmark og ES um at yvirtaka útlendingamál og marknaeftirlit. Poul Michelsen sigur, at alt fyri eitt verður farið undir at fyrireika endaligt uppskot um avtalu millum føroyskar og danskar myndugleikar um yvirtøkuna, sum síðani verður løgd fyri ES nevndina, sum vónandi kann góðtaka avtaluna. Yvirlýsingin, sum Annika Olsen, landsstýriskvinna, og Birthe Rønn Hornbech, ráðharri, gjørdu 29. oktober í 2009 um, at Føroyar yvirtaka útlendingamál, er framvegis galdandi. Síðst í oktober samdust Poul Michelsen, landsstýrismaður, og Inger Støjberg, ráðharri, um at seta gongd á aftur arbeiðið at fyrireika yvirtøkuna, sum umfatar útlendingamál og marknaeftirlit. Báðir partar, landsstýrið og danska stjórnin, hava bundið seg til at raðfesta málið. Miðað verður eftir, at fyrireikingarnar verða lidnar fyri 1. juli næsta ár. Uppskot um at yvirtaka útlendingamál hava verið í løgtinginum oftari enn eina ferð, og yvirtøkan hevur eisini staðið í fleiri enn einum samgonguskjali. Tað er torført at meta, hvussu nógv tað fer at kosta at yvirtaka útlendingamál og marknaeftirlitið. Danska løgmálaráðið upplýsti í februar í ár, at útlendingamál, sum viðvíkja Føroyum, kosta donskum myndugleikum. Tá er løgreglan íroknað, okkurt um 1,4 milliónir krónur um árið, stendur í uppriti um yvirtøkuna, sum landsstýrið fekk frá Poul Michelsen mánadagin. Tað er óvist, hvussu nógv málsøkið fer at kosta, tá tað er yvirtikið, tí nýggir førleikar og nýggj umsiting skulu byggjast upp. Harafturat eru teir stór rakstrarfyrimunir, sum danskir myndugleikar hava, ikki í Føroyum. Fiskivinnuráðið minti í gjár Fiskimálaráðið um tað, sum Fiskivinnuráðið segði beint fyri jól í fjør um ætlaðu nýskipanina í fiskivinnuni. Fiskivinnuráðið heldur ikki so nógv um uppboðssølur, soleiðis sum tær verða umrøddar í Føroyum. Tær hava, sigur Fiskivinnuráðið, eitt einoygt fokus á almennar inntøkur, men einki verður sagt um, hvussu skipanin fer at ávirka vinnuligan bygnað. Heldur einki verður sagt um møguliga neiliga ávirkan, til dømis bíliga arbeiðsmegi, bílig skip og, at pengar verða tiknir úr vinnuni. Sera umráðandi er, at reiðaríini alla tíðina vita, hvørji loyvi og rættindi, tey hava. Fiskivinnuráðið viðgjørdi á fundinum eina viku fyri jól í fjør kunngerðir, har býtið millum skipabólkar er øðrvísi í 2015 enn tað var í 2014, tá tað var eitt annað enn í 2013. Uttan haldgóðar grundgevingar førir hetta til óhepnar støður, har gitt verður um, hvør nú hevur verið sterkastur at trýsta sín vilja ígjøgnum, hvør hevur verið oftast á gátt í Fiskimálaráðnum, ringt til landsstýrismannin og so framvegis. Túsundtals fólk hava longu sæð hana upptøkuna av einari danskari sjóverjutyrlu, ið roynir at seta seg á einum sjóverjuskipi í høgari aldu undir Føroyum. Danska sjóverjan gjørdi upptøkurnar fyri meira enn fýra árum síðani, og nú hava upptøkurnar fingið nýtt lív á sosiala miðlinum, Facebook. Síðani mánadagin, tá upptøkurnar vórðu lagdar á eina Facebook síðu, hava umleið 54.000 fólk sæð upptøkurnar, ið vórðu gjørdar í havinum kring Føroyar. Í upptøkuni er tað ein av Lynx tyrlunum hjá donsku sjóverjuni, ið roynir at lenda á sjóverjuskipinum, Ejnar Mikkelsen. Tað gekk ein løta áðrenn tyrlan kláraði at seta seg. ICES mælir til at fiska í mesta lagi 822.000 tons av svartkjafti næsta ár, men londini hava ásett sær kvotur, sum kunnu koma uppí 1,5 milliónr tons, og tað er ikki skilgaott, sigur Jan Arge Jacobsen, fiskifrøðingur Foreldur hava alstóran týðning fyri felagslívið í flokkinum hjá barnunum. Tey eiga at vísa áhuga fyri hvørjum einstakum næmingi, og ikki bert fyri sínum barni. Um felagslívið í flokkinum er gott, læra børnini meira. Tað sigur Jens Andersen, sálarfrøðingur og rithøvundur. Vit hitta eisini lærara Gvøðny Wardum, lærara, og Óla Rubeksen, SSP ráðgeva. Tú kanst lesa meira um evnið her. Rithøvundarnir leggja dent á at geva lesaranum eina grundleggjandi vitan um hvørt fuglaslag. Skrásetingarnar, sum eru í bókini, røkka 360 ár aftur í tíðina Nógv lív var í skótarørsluni í Havn í fimmti og sekstiárunum. Marius Rein kom upp í úlvaflokkin hjá Skótaliði Sigmunds Brestissonar fyrst í fimmtiárunum. Tá varð hildið til í einum gomlum húsum niðri á Bakkahellu. Í 1956 flutti skótaliðið niðan í nýggj og stásilig hús við Havnará, og limatalið øktist. Skótalegurnar vóru nógvar, til dømis í Fámjin, Danmark, á Eiði og við Gjógv. Skótarnir runnu á øðrum sinni Tingakrossrenning úr Tjørnuvík til Havnar í 1959. Marius var ein teirra. Hann er framvegis virkin í skótaliðnum 2. rovaraflokki, sum stuðlar leiðsluni. Marius plagdi sum skúladrongur at ganga mammubeiggjanum Niels L. Arge til handa á verkstaðnum á Kongabrúnni. Onkra summarfrítið arbeiddi hann har, men hann royndi seg eisini sum landari, tá eitt nú trolararnir Fiskanes og Tróndur í Gøtu komu við fullari last til Bacalao. Eftir realskúlan fór Marius Rein til skyldmannin Hansmann Tórgarð at arbeiða eitt skifti, og seinni fór hann á Veðurstøðina. Í 1960 søkti útvarpið eftir teknikara, og Marius bjóðaði seg fram. Hann byrjaði 15. september. Dagin eftir byrjaði Ívar Iversen. Finnbjørn Vang, formaður í Talvsambandinum, ásannar, at talan er um ógvuliga sterka mótstøðu, men Føroyar plaga at standa seg væl í kappingum. Vit hoyra Dansifelag Kaggans kvøða Vaagen, Borghild Ellefsen skipar. Jens Jacobsen skipar Gøtuskeggjar í Dansifelagnum í Havn. Eysturoyar Dansifelag kvøður Hjalmar og Huldu, Ruth Jacobsen skipar. At enda skipar Rasmus Joensen Leiv Øssurson. Her á heimasíðuni eru Gøtuskeggjar og Hjalmar og Hulda í fullari longd. Alt í 1um 9.partur 5.umfar Alt í 1um er aftur fríggjadagur Alda Gilladóttir er í vangamyndini hesa ferð. Og Alda fer at gleða mostur sína, tí hon er so fitt, og tær hugna sær saman viðhvørt. Mosturin, Sólbjørg Frederiksberg, verður nokkso bilsin, tá Alda gevur henni eina vakra dekoratiónsgávu. Alda og Felisia finna alt møguligt forkunnugt í viðarlundini, og Kolbrún hjálpir teimum. Vísindaroyndin hjá Ásbirni og Peturi er at kanna og vísa hvat hendir, tá oxygen og glóðheitt kol kemur saman. Tað brennir øgiliga væl, og tí er neyðugt við verndarbrillum. Spælivertirnir Sanna og Sølvi fara at gita loysnarorðið, áðrenn bumban brestur. Spælivinirnir hesa ferð eru Anna Birna Restorff og Tóki Hákunarson. Tað ræður um at gita skjótt, áðrenn tíðin gongur undan. Vertinna Felisia Jógvansdóttir Helmsdal. Elin Dagbjartsdóttir Neshamar, Bjørg Mohr Anderssen og Páll Danielsen, leggja til rættis. Tá leiguprísurin fyri ein bygning er hægri enn 515 krónur fermeturin, loysir tað seg ikki longur at leiga hann. Tá er betri at eiga hann. Tað vísa útrokningar, sum Landsverk hevur latið løgmanni. Sostatt er leiguprísurin hjá Almannaverkinum fyri nýggja bygningin meira enn dupult so høgur sum markið hjá Landsverki. Kortini verjir løgmaður avgerðina um at leiga bygning til Almannaverkið. Tey handtiknu fólkini eru undir illgruna fyri at hava ætlanir um at fremja álop í Miðeystri og í Norðurevropa, sigur leiðarin fyri anti yvirgangsdeildina hjá italsku løgregluni, Giuseppe Governale, við blaðið La Repulicca. Álopini skulu, sambært blaðnum, hava greinar til norskar og bretskar diplomatar. Endamálið var, sum skilst, at tryggja, at leiðari teirra, Mullah Krekar, sum situr í fongsli í Noregi, verður leystlatin. Giuseppe Governale greiðir frá, at fimm ára langt kanningararbeiði er grundarlag fyri handtøkunum í dag. Umstríddi prædikumaðurin, Mullah Krekar, stendur á listanum hjá ST yvir yvirgangsfólk, og hann er tvær ferðir dømdur fyri morðhóttarnir. Sum liður í atsóknini var Mullah Krekar í nátt handtikin í norska fongslinum, har hann situr. Samstundis eru tveir menn aftrat handtiknir í loyniligari politiatsókn í Østlands økinum í Noregi. Teir skulu allir tríggir í grundlógaravhoyring í Oslo í morgin, har avgerð skal takast um teir skulu latast upp í hendurnar á italskum myndugleikum, har teir verða skuldsettir fyri ætlanir um at fremja yvirgang. Mullah Krekar er irakskur kurdi, men kom til Noregs sum kvotuflóttafólk í 1991. Eftir meira enn 10 ár í Noregi var hann útvístur úr landinum, men hann kundi ikki fara úr landinum av ótta fyri at verða píndur og avrættaður í Irak. Í 2006 kom navnið á 56 ára gamla kurdanum, Mullah Krekar, á yvirgangslistan hjá ST. Í mars 2012 varð hann dømdur fimm ára fongsul fyri yvirgang og morðhóttanir, men revsingin var gjørd linari sama ár, tí ein kærudómstólur frídømdi hann fyri ákærurnar um yvirgangshóttanir. Í februar í ár varð hann aftur handtikin. Hesa ferð skuldsettur fyri morðhóttanir, sum hann bar fram í samrøðu við norska kringvarpið, NRK. 30. oktober varð hann dømdur eitt ár og seks mánaðar fongsul. Italska løgreglan hevur illgruna um, at Ansar al Islam bólkurin, sum Krekar hevur verið leiðari fyri, og al Qaeda hava samstarvað um netverk, sum skal útvega nýggjar krígsmenn til stríðið móti USA í Irak. Talan er um heilt øðrvísi rávørur enn tær, ið vanliga eru at síggja í køkum kring knøttin. Men av tí, at hesar ikki eru heilt fremmandar fyri føroyska kokkin, var Leif biðin um at koma til Grønlands. Grønlendski køkurin er har, Føroyar vóru fyri umleið tíggju árum síðani. Nú skulu tey læra at fokusera á egnar rávørur og brúka tær, sigur Leif, sum eisini helt ein fyrilestur og legði lag á undan kappingini. Sýningarnar av væl umtókta sjónleikinum Fólk og dólgar í Kardamummubýnum eru útseldar langt fram í tíðina. Vit fylgdu leikstjóranum ein dag undan frumsýningini. Tað sigur Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu, nú ein ferðsluvanlukka norðanfyri brúnna um Streymin kravdi í gjár eitt mannalív. Vit hava bruk fyri einum politikki, sum vísir grøna vegin. Tað sigur Sirið Stenberg landsstýriskvinna, sum saman við kommunum ætlar at at gera ein málsetning fyri, hvussu nógv burturkast skal endurvinnast hvørt ár. Illveðurs árstíðin er byrjað, og í løtuni er eitt djúpt lágtrýst yvir okkara leiðum. Tað ger, at vit fáa illveður fram til leygardagin. Í morgin verður stormur, sigur Hanus Kjølbro, ið er veðurkønur. Hann og Heilsumálaráðið samdust í síðstu viku um eina fráfaringaravtalu, tí partarnir eru ósamdir um fyrisitingina á stovninum, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í Heilsumálum, sum ikki vil koma nærri inn á ósemjuna. Solveig Hanusardóttir Olsen er cand. mag. í religiónssøgu og hevur ein MA í listasøgu. Hon hevur skrivað kandidat ritgerð um siðir og pátrúgv umborð á sluppum og róðrabátum. Tilsamans hava londini spælt 103 dystir hvør ímóti øðrum. Svøríki hevur vunnið 45 og Danmark 40. Hyggja vit at seinastu árunum, so hevur Danmark tó staðið seg betur. So mikið væl dámar honum tað, at hann hevur renoverað trý hús. Alskurin til hetta stavar frá tíðini í barnaskúlanum, tá Teitur var í starvsvenjing hjá einum snikkara. Tað greiddi hann frá, tá morgunsendingin var á gátt hjá honum í morgun. Somuleiðis segði stjórin í Eystur og Sandoyartunlinum, at vit burdu havt eitt stað í Føroyum, har barnafamiljur kunnu flyta inn í eitt ár ella tvey, meðan tey kunnu finna eitt fast stað at búgva í, tá tey eru flutt heim. Vár B. Jacobsen og Noomi Reinert vóru í Sjónleikarhúsinum, tá ið leikurin var frumsýndur leygarkvøldið. Vár er listfrøðingur, og Noomi er virkin í Máf og sjónleikaumhvørvinum í Gøtu. Støðan 1. H71 7 dystir 14 stig 2. VÍF 8 dystir 11 stig 3. KÍF 7 dystir 8 stig 4. Kyndil 8 dystir 8 stig 5. STÍF 8 dystir 7 stig 6. Neistin 7 dystir 4 stig 7. Team Klaksvík 7 dystir 0 stig Fred Ruddick er maðurin, sum hevur fingið sum ábyrgd at seta festivalskránna saman. Fred er breti og heldur saman við Gretu Svabo Bech. Hann er framleiðari og fæst nógv við tónleik, men kemur nú at seta sín serliga dám á festivalin í Syðrugøtu. Tað orðið er heitið á yrkingini, sum er komin út í bók fyri seg. Hon er býtt upp í 26 partar og fevnir um 58 blaðsíður. Bókmentafrøðingurin Bergur Djurhuus Hansen gav Heðini 5 av 6 stjørnum fyri avrikið. Heðin lesur yrkingina í heilum líki. Kyndil Neisin 15 16 6 8 Anna Brimnes Kyndil 5 mál Birita Jacobsen Neistin 3 mál Marjun F. Danberg Neistin 3 mál Brynja Høj Neistin 3 mál Støðan 1. Neistin 6 dystir 11 stig 2. Kyndil 7 dystir 10 stig 3. VÍF 6 dystir 8 stig 4. Stjørnan 6 dystir 5 stig 5. VB 6 dystir 2 stig 6. STÍF 7 dystir 2 stig Stóra takið í komandi ári verður nýskrivaður føroyskur leikur eftir Jóanes Nielsen. Eyðun Johannessen skal leikstjórna, og alt framleiðsluliðið verður ætlandi føroyskt. Páll Danielsen hitti Jenny Petersen. Í Mentanarkaf ini mikukvøldið hoyrdu vit Vár B. Jacobsen og Noomi Reinert ummæla Fólk og Dólgar í Kardumummubýi, vit vitjaðu á Tjóðpallinum og skiftu orð við Jenny Petersen, leiðara, og Magnus Johannesen, sum stjórnar tónleikapartinum av aktuella leikinum Caf Gløgg. Og so fer Heðin M. Klein at lesa upp yrkingina Tað orðið , sum hann júst hevur givið út í riti fyri seg. Vit hoyra eisini Berg Djurhuus Hansen umrøða yrkingina. G festivalurin hevur nú kunngjørt fyrsta bólkin á skránni, nemliga Songhoy Blues, sum millum annað eisini spældu á Roskilde í summar. Limirnir í bólkinum eru frá Malia og flýggjaðu frá heimbýnum í norður Mali, tá radikalir islamistar tóku yvir í økinum. Tá teir vóru komnir til tryggari umstøður í býnum Bamako, avgjørdu teir at byrja ein bólk, og ferðast teir nú kring allan heimin og framføra teirra serstaka tónleik, ið kann lýsast sum eitt slag av rútmiskum, elektriskum blues. Tí fyrst steðgaði bjargingarbáturin Lív sínum virksemi. Nú streyka sjálvboðin bjargingarfólk um alt landið. Tryggingarviðurkskiftini eru alt ov ótrygg, og hetta góðtekur formaðurin í landsbjargingarfelagnum ikki. Tryggingarviðurskiftini hjá bjargingarfólkum á landi og sjógvi skulu vera púra greið, so tey sjálvbodnu bjargingarfólkini kunnu kenna seg trygg. Tað staðfestir Henrik Old, landsstýrismaður í innlendismálum. Meðan vit gerast alsamt fleiri 1. oktober búðu fyri fyrstu ferð omanfyri 49.000 í Føroyum so minkar fólkatalið í Suðuroy støðugt. Fyrsta oktober búðu 4594 fólk í Suðuroynni, og sá fá fólk hava ikki búð á oynni seinastu 100 árini, veit Suðuroyarportalurin at siga. Prátað varð millum annað um barna og ungdómsárini í havn, um skúlatíðina hjá nonnunum, sum hon altíð ræddist so illa sum barn, um leiklistarligu byrjanina sum kabaret sangari, um tónleikabólkin Harkaliðið, um árini í Skotlandi við táverandi manni sínum Ian McCalman, um yrkisleiðina sum sjónleikari og filmsleikari í Danmark, umframt mangt annað. Eisini verða fimm sangir av nýggju útgávuni Endurljós spældir í sendingini. Plátan, ið er innspæld í Studio Bloch í Havn, verður givin út á 70 ára føðingardegnum hjá Anniku, tann 19. november. Løgreglan stormaði fyrr í kvøld konserthúsið. BBC sigur at fýra yvirgangsfólk eru dripin, og at trý onnur doyðu, tá tey sprongdu seg sjálvi við bumbubelti. Tað er staðfest, at yvirgangsálopini vóru á hesum støðunum í París Konserthúsið Bataclan Í rue de Charonne við barrina La Belle Equipe Í Bichat rue Alibert Í rue de la Fontaine au Roi boulevard Voltaire Við Stade de France Eitt annað álop var við rue de Charonne. Eygnavitni siga, at fleiri fólk liggja deyð á gøtuni har, og at tey hoyrdu fleiri enn 100 byrsuskot. Álop hava eisini verið aðrastaðni í býnum. Tveir bumbubrestir vóru uttanfyri Stade de France, har Frakland og Týskland spældu vinardyst í fótbólti Áskoðarar savnast á vøllinum, meðan tey bíða eftir boðum um, at tey kunnu fara heim. Frakland og Týskland spældu í kvøld venjingardyst. Mynd AP Skelkandi boð koma í løtuni frá altjóða miðlum. Umleið 100 fólk, ið vóru hildin gíslar í konserthúsinum, Bataclan, eru dripin, skrivar AFP tíðindastovan. Sagt verður eisini, at higartil er staðfest, at trý yvirgangsfólk eru dripin av fronsku løgregluni. BBC sigur júst nú, at tað eru eisini fólk, ið eru komin livandi út úr konserthúsinum. Í løtuni bendir á, at gíslatøkan er av, tí løgreglufólkini uttanfyri Bataclan tykjast meira rólig nú, sigur BBC. Í løtuni bendir á, at yvirgangsálopini hava dripið tilsamans 140 fólk. Tað sigur, Christina Solmunde Michelsen, sum býr í París. Fyri løtu síðani spurdu vit, hvussu hon hevur upplivað kvøldið og náttina. Jóhanna Niclasen og Bjartur Sigundarson práta um, hvønn týdning pengar hevur fyri ung. Stjórin í RFF, Brynhild Høgnadóttir. prátar um ferðslytrygd Síðani kanna vit eftir, hvussu veðrið er um vikuskiftið Tað sigur Ludvík við Stein, sum er ein av eigarunum í uppsjóvarskipinum, Fram. Hann vísir á, at í grannalondunum, eru nógv fleiri uppsjóvarskip fyri hvørt tons av kvotu, enn vit hava í Føroyum. Og nú kvoturnar eru sera stóra, so áttu fleiri at sloppið uppí part, sigur hann Ósek vóru skotin á fimm ymiskum matstovum í franska høvuðsstaðnum. Meinast rakt var Bataclansentrið, har fýra yvirgangsmenn drupu 80 fólk, sum vóru til rokkkonsert hjá amerikanska bólkinum Eagles Of Death Metal. Átta yvirgangsmenn eru dripnir av fronsku løgregluni, men tað er enn ikki vist, um allir yvirgangsmenninir hava latið lív, ella um onkur er sloppin til rýmingar. Atsóknin í Paris í gjár er tann næsta í Paris í ár og tann deyðiligasta yvirgangsatsóknin í Evropa síðani atsóknina í Madrid í 2004. Tað, sum hendi í Paris í gjár og í Saint Denis, nærhendis leikvøllinum Stade de France, var ein krígsgerð og við tí í huga, mugu vit taka tær neyðugu avgerðirnar. Jiahidistiski Yvirgangsfelagsskapurin Daesh, gjørdi hetta móti Fraklandi og móti teimum virðunum, sum vit verja allastaðni runt verðina, og ímóti tí, vit eru. Eitt frælst land, sum hevur týdning í allari verðini. Hendan krígsgerðin var fyrireikað, skipað uttanifrá við hjálp frá fólki í Fraklandi. Hetta er ein fullkomiliga barbarisk gerð. Sum er nú hava 127 fólk latið lív. Segði Francois Hollande millum annað á tíðindafundi í morgun. Hann lýsti samstundis landasorg í Fraklandi í 3 dagar. Franski konsulin í Føroyum sigur, at tey royna at halda seg til lýstu dagsskránna á fundinum á fronsku sendistovuni, men dagurin er ógvuliga merkur av atsóknini í París. Dysturin móti Kroatia endaði 3 1. John Rødg rd og Rógvi Egilstoft Nielsen telvaðu javnt, meðan Helgi Dam Ziska og Høgni Egilstoft Nielsen taptu. Kroatia, sum er styrkismett nummar 16 í kappingini, hevði stórmeistarar á øllum fýra borðum. Í dag telva Føroyar móti Sveis, sum er styrkismett eitt sindur lægri enn Kroatia. Ein broyting verður á føroyska liðnum í dag. John Arni Nilssen loysir av Høgna Egilstoft Nielsen. Telvað verður í Laugardalshøllini í Reykjavík, har ið Bobby Fischer og Boris Spasski telvaðu tiltiknu HM finaluna í 1972. Sum útgangstøði kunnu vit kenna okkum trygg í Føroyum, men vit eiga í størri mun at luttaka á trygdarpolitiska pallinum, sigur Henrik Weihe Joensen. 129 fólk vóru myrd í einari skipaðari yvirgangsatsókn í franska høvuðsstaðnum, París. IS hevur ikki framt eitt líknandi álop í Evropa fyrr, sigur Uni Holm Johannesen, tíðindamaður hjá Kringvarpinum, sum er staddur í París. IS hevur áður tikið ábyrgdina av minni atsóknum í Evropa, har einstakir persónar við óbeinleiðis tilknýti til IS hava lagt álopini tilrættis. Hesaferð tykist atsóknin vera munandi gjøllari fyrireika, nú átta yvirgangsmenn bumbaðu og skutu frá hond á seks ymsum støðum samstundis. IS hevur ikki staðið á odda fyri einum so skipaðum álopi í Evropa fyrr, sigur Uni Holm Johannesen. Tað er ein greiður munur á hesum báðum álopunum, sum París hevur verið fyri. Í januar troðkaðu yvirgangsmenninir seg inn á redaksjónina hjá Charlie Hebdo fyri at hótta talufrælsið. Í januar var talan um eitt beinleiðis symbolálop. Hesaferð vóru tað ósekir og verjuleysir borgarar, sum vóru myrdir, sigur føroyski tíðindamaðurin í París. Frakland hevur verið við í stríðnum móti religiøsari totalterismu. Franska stjórnin hevur seinastu mánaðirnar bumba Islamiska Statin í bæði Irak og Sýria. Nú fór IS aftur í mótálop. Ætlanin við hesum álopunum er millum annað at ræða fraklendingar fyri at birta undir fremmandahaturin í landinum. Fremmandahatur og mistrúgv kunnu elva til, at muslimar kenna seg útihýstar í samfelagnum og fara at styðja Islamiska Statin. Tað er av somu orsøk ein ynskistøða hjá IS, at Marine Le Pen og Front Nationale hava stóra undirtøku í Fraklandi. Tað syndrar og spjaðir tey, sum búgva í Fraklandi, og tað er bara ein fyrimunur fyri IS, sigur Uni Holm Johannesen, tíðindamaður. Á Place de la R publique tendraðu fraklendingar leygarkvøldið stearinljós fyri at minnast tey, sum lótu lív í yvirgangsatsóknini fríggjakvøldið, har 128 fólk lótu lív. Í seinasta lagi 9. desember skal danska Almanna og innlendismálaráðið hava gjørt ein arbeiðssetning um ætlanina hjá samgonguni um at yvirtaka familjurætt í hesum valskeiðinum. 9. oktober 2015 var fundur í danska Almanna og innlendismálaráðnum. Á fundinum vóru eisini fólk úr Forsætismálaráðnum, Løgmálaráðnum, Løgmansskrivstovuni og Heilsu og innlendismálaráðnum. Avtalað varð, at Almanna og Innlendismálaráðið innan ein til tveir mánaðir ger uppskot um arbeiðssetning. Samstundis er ætlanin at orða eina yvirlýsing, sum landsstyriskvinnan og danski ráðharrin undirskriva. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, sigur í uppriti, sum hon legði fyri landsstýrið mánadagin, at miðað verður eftir at yvirtaka málsøkið skjótast til ber og helst í fyrra hálvári 2016. Endamálið við slíkari yvirlýsing er, at partarnar binda seg til at raðfesta málið og seta eina freist. Síðani skal ein arbeiðsbólkur við føroyskum og donskum embætisfólkum arbeiða víðari vi málinum. Familjurættur umfatar millum annað hjúnabandslógina, hjúnaskilnað, ættleiðing og barnapengar. Familjurættur er eisini persónsrættur og arvarættur. Ein kvinna varð um níggju tíðina í morgun flutt á Landssjúkrahúsið eftir at hon koyrdi út av vegnum í Sandoynni, upplýsir vakthavandi á politistøðini í Havn. Ferðsluóhappið hendi umleið ein kilometur sunnanfyri Skopun, tá kvinnan koyrdi út av vegnum í ringu hálkuni, sum var ymsa staðni í lýsingini í morgun. Kvinnan, sum var í bilinum, hevði pínu í rygginum eftir ferðsluóhappið. Tí varð kvinnan flutt á Landssjúkrahúsið við tyrlu, verður upplýst á politistøðini. Bilurin hjá kvinnuni var væl skøddur, men tað gjørdist sera hált ymsa staðni í lýsingini í morgun, verður upplýst á politistøðini. Soleiðis skrivar seb snow , ein brúkari á heimasíðuni hjá Instagram, um eina upptøku, hann hevur lagt á netið í kjalarvørrinum á yvirgangsatsóknini í París fríggjakvøldið. Upptøkan niðanfyri her vísir pallin, har tónleikarnir spæla, í teirri løtuni fyrstu skotini verða latin av aðrastaðni í hølinum í franska spælistaðnum, Bataclan. Í løtuni eftir at upptøkan omanfyri varð tikin upp, lótu fleiri enn 80 fólk lív, tá vápnaðir yvirgangsmenn byrjaðu at skjóta frá hond í eini konsert í franska høvuðsstaðnum fríggjakvøldið. 1500 fólk vóru til konsertina við amerikanska rokkbólkinum, Eagles of Death Metal, tá gerningsmenninir byrjaðu at skjóta frá hond, áðrenn teir sprongdu seg sjálvar í luftina. Tað segði Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, tá hann í Løgtinginum svaraði undanmanni sínum, Jacob Vestergaard. Jacob Vestergaard spurdi, hvussu nógvir handlar hava verið við fiskiskipum, sum hava veiðiloyvi, síðani Høgni Hoydal tók við hálvan september. Eitt skip er selt við veiðiloyvi, og fýra veiðiloyvi eru flutt millum skip, segði Høgni Hoydal. Jacob Vestergaard fegnaðist um, at einki er broytt í Fiskimálaráðnum, tí tað gagnar vinnuni best. Høgni Hoydal segði, at tað tekur tíð at taka alt upp í ráðnum. Fólk í París eru bæði bangin og órógvað eftir yvirgangsatsóknirnar fyrrakvøldið, men Isis skal ikki sleppa at gera av, hvussu vit liva okkara lív, og vit eru til reiðar at berjast ímóti hesum, siga tríggir franskmenn, sum Uni Holm Johannesen fekk orðið á fyrr í dag. Tað heldur Sonja Jógvansdóttir, sum mikudagin spurdi Henrik Old, landsstýrismann, um trygdina á føroyskum arbeiðsplássum, sum hon heldur er ivasom. Henrik Old er samdur í, at játtanin til Arbeiðseftirlitið er ov lítil, og hann ætlar at víðka um heimildirnar hjá stovninum, at revsa tey arbeiðsplássini, sum ikki lúka trygdarkrøvini Segði Henrik Old, landsstýrismaður í tinginum mikudagin, tá Sonja Jógvansdóttir spurdi hann um trygd á føroyskum arbeiðsplássum. David Arge Galán er heimsmeistari í kropsmenning. Hann vann í gjár kappingina, Men s Physique Pro devision, sum var hildin í Atlantic City í USA. Aftaná kappingina fekk hann at vita at hann vann sannførandi á hinum. Hoyr hvat David Arge Galán sigur um heiðurin og hvat ítróttin krevur. Gurið K. Mortensen ásannar at útlendsku leikararnir, sum VB hevur í ár, ikki er ein styrkur fyri liðið. VB hevur bert tvey stig og Gurið K. Mortensen er ikki bangan at kalla støðuna hjá VB fyri eina kreppu. Hon veit ikki um útlendsku leikararnir verða aftur at síggja á vøllinum í ár, men heldur ikki at tað er neyðugt at brúka pening uppá leikarar, ið ikki styrkja liðið. Kyndil er fyribils oddalið í bestu kvinnudeildini í hondbólti. Kyndil vann 26 17 á VB í dag. Tær hava spælt tveir dystir meira enn Neistin, men óansæð tað, so er eitt annað pláss nøktandi fyri Kyndil at røkka FM finalunum. Tá útlendsku leikararnir ikki styrkja liðið, men bert breiðka hópin, so er ikki skilagott at brúka pening uppá útlendskar leikarar. Gurið K. Mortensen harmast, men ásannar at støðan í VB ikki er góð. Vit eru fáar til venjing, útlendingarnir spæla ikki væl, og hetta kappingárið er longu farið fyri VB. Eg veit ikki um tær spæla næsta dystin fyri VB, men tær eru bara ikki góðar nokk, segði Gurið K. Mortensen í ítróttartíðindunum í kvøld. VB hevur ein útlendskan málverja, sum ofta roynist væl. Síðani er talan um tveir útispælarar, bert onnur av teimum var við í dag, tí hin hevði leikbann. Gurið K. Mortensen væntar ikki at venjarin hjá VB, Jasna Petricevic verður uppsagdur. Hann hevur tað ikki lætt, tí fáar møta til venjing og moralurin er ikki góður á liðnum, tá man áhaldandi tapur. Føroyski David Arge Galán vann um vikuskiftið eina altjóða kapping, tá vektlyftarar úr øllum heiminum kappaðust í 12 ymiskum kappingargreinum í New Jersey. Tá avtornaði vann David Arge Galán í kappingargreinini Mens Physique hjá World Natural Bodybuilding Federation, sum á hvørjum ári fyriskipar kappingina. World Natural Bodybuilding Federation er felagsskapurin hjá vektlyftarum, ið røkka sínum málum uttan at brúka ólóglig, stimbrandi evni. David Arge Galan sigur at hetta er eitt ítriv hjá honum, men vónar at fleiri føroyingar koma at íðka hesa ítróttina. Hann heldur at fleiri føroyingar hava tað sum skal til, og ynskir at fleiri halda seg til. H71 er einaráðandi og enn ósigrað í FTZ deildini. Oddaliðini brustu saman í hoyvíkshøllini í kvøld, men har var einki at gera hjá V F. H71 vann dystin 28 24, hálvleiksstøðan var 16 13. Tað hevði týdning fyri V F at taka stig frá H71, tí K F, Kyndil og ST F eru ikki langt aftanfyri oddaliðini á stigatalvuni. Men fyri V F var tað eydna í óeydnu at Kyndil og STÍF spældu javnt í dag, og tí ikki hálaðu seg nærri ein ta eina stigið. Kend staðarmerki úti í heimi hava síðani fríggjakvøldið borið fronsku litirnar, blátt, hvítt og reytt, í samkenslu eftir yvirgangsálopini fríggjakvøldið, tá 129 fólk lótu lív. Eisini í Føroyum er samkensla víst alment. Leygarkvøldið uttanfyri Løgtingið, og um vikuskiftið í gjónni við Gjógv, ið hevur verið prýdd við fronsku litunum. Ein mynd, ið Jóannis Sørensen hevur tikið, og sum VisitFaroeIslands hevur deilt á Facebook, er longu farin víða um á sosiala miðlinum. 2174 fólk hava vent tumlinum upp fyri myndini eftir 11 tímum, og myndin er somuleiðis eisini deild meira enn 300 ferðirnar á Facebook. Broytingarnar í svartkjaftakunngerðini vórðu lýstar fríggjadagin og komu í gildi leygardagin. 120.000 tons eru felagskvota hjá øllum fiskiførum, sum hava veiðiloyvi. Fiskast kann í føroyskum sjógvi, íslendskum sjógvi og í altjóða sjógvi, sum NEAFC umsitur. Vørn ger vart við, at tey, sum ætla at fiska svartkjaft, skulu søkja um fiskiloyvi. Havið vaknar eftir James Graham Ballard. Upprunaheitið er Now wakes the sea og kom út í 1963. Søgan varð fyrstu ferð send í útvarpinum 3. november 1973. Søgur um Rósu Mariu úr søgusavninum við sama heiti. Útgávuár 1995. Jens Pauli Heinesen hevur skrivað, Elin Brimheim Heinesen lesur. Ætlanin er hjá landinum at keypa bygnigin á Kongabrúnni, har felagið Trygd hevur hildið til seinastu árinni, og brúka bygningin til skrivstovur. Tað eru tó ikki øll, sum eru so fegin um hesa ætlan. Ein teirra er havnarmaðurin Jørleif Kúrberg, sum heldur at bygningurin heldur skuldið verið nýttur til íbúðir, handlar og matstovur, heldur enn skrivstovur. So hevði komið meira lív í her, heldur Jørleif Kúrberg. Tað ber bara til at avgreiða tey mál, sum stovnurin fær leypandi. Tað stendur í frágreiðing, sum Vinnunevndin hjá løgtinginum hevur fingið frá Uttanríkis og vinnumálaráðnum. Vinnunevndin viðger frágreiðingina hjá grein 19 nevndini hjá løgtinginum, sum kannaði Eik grunnin og eftirlitið við honum. Sjey vinnurekandi grunnar eru skrásettir hjá Skráseting Føroya. Teir eru Fíggingargrunnurin frá 1992, Framtaksgrunnurin, Føroyagrunnurin frá 1971, Grunnur H.N. Jacobsens, Grunnurin Immanuel, Norðoyagrunnurin og Suðuroyargrunnurin. Skrásetingin hevur eisini eftirlit við Ognarfelagi Tryggingartakaranna. Til 1. januar i ár brúkti Fíggjarligt støðufesti 148 milliónir krónur til advokatar í stóru sakarmálunum, skrivar tíðindastovan hjá Ritzau. Í dag byrjar í Eystara landsrætti málið móti stjórn, nevnd og grannskoðara í kollsiglda Roskilde bank, sum eru kravd eftir einari milliard krónum. Eitt mál er liðugt. Tríggir stjórar í Capinordic Bank vórðu í farna mánað dømdir at rinda 90,5 milliónir krónur. Fíggjarligt støðufesti kravdi 400 milliónir. Eftir eru sakarmálini móti Amagerbanken, Ebh bank, Eik bank Danmark, Eik banki í Føroyum og Løkken sparekasse. Dómurin í málinum móti Roskilde bank kemur væntandi um tvey ár. Hann segði við Ritzau herfyri, at sakarmálini móti bankafólkunum hava virði í sjálvum sær, tí tey kunnu fáa tey, sum stýra peningastovnunum, at ansa betur eftir. Fíggjarligt støðufesti rindaði viðskiftafólki og partaeigarum í Roskilde bank, sum fór á húsagang á sumri 2008, 242 milliónir krónur. Bankastjórin roynir eisini at venja seg við øðrvísi krøvini, sum eru til hansara, um enn tað ikki er líka natúrligt at tosa við eitt nú fjølmiðlarnar, sum at fáast við tøl og rokniark. Og tá hann ikki ger tað, er Árni Ellefsen saman við konuni, børnunum, gongur túrar og viðhvørt røkkur tíðin eisini til ein túr við bátinum ella kajakini hjá sær. Uni Holm Johannesen tók í morgunsendingini saman um tað, hann og Eyðun M ller Thomsen, fotografur, hava upplivað síðani teir komu til París leygardagin. Millum annað hvussu tað var, tá ruðuleiki valdaði á Place de la Republique í gjárkvøldið. Hóast støðan kann tykjast trupul og foreldur kunnu koma í eina torføra støðu, so mælir Barnabati nú øllum foreldrum at tosa við børnini um ræðuleikarnar í Fraklandi. Tað er neyðugt at tosa við okkara børn um tað tey síggja og hoyra, tí annars skapa tey sína egnu innaru ræðslu um hesar óhugnaligu hendingar , sigur Barnabati millum annað í áheitanini. Barnabati hevur fleiri ítøkilig ráð til foreldur at børnum í kjalarvørrinum á yvirgangsatsóknunum, sum vóru í París fríggjakvøldið Greinin heldur fram niðanfyri. Óttin hjá børnumum er náttúrligur, og foreldur kunnu hjálpa børnunum við hendingunum, við at tosa um hendingarnar, sigur Barnabati í almennu áheitanini, ið er send út. Tað er neyðugt at tosa við børnini um tað, tey síggja og hoyra, so børnini ikki skapa fáa eina innaru ræðslu um óhugnaligu hendingarnar, siga tey millum annað í áheitanini til foreldur. Eyðvør trívist væl í felagnum, har tey eru munandi betri fyri tekniskt samanborið við føroyskan fótbólt. Hon heldur eisini, at tað hevði komið væl við hjá føroyska kvinnulandsliðnum, um fleiri kvinnur royndu seg í kappingum uttanfyri Føroyar. Undantaksstøða er lýst í Fraklandi, og hetta hevur stóra ávirkan á, hvat fronsku myndugleikarnir kunnu gera av inntrivum móti borgarum og fólki annars í Fraklandi. Stutt eftir yvirgangsatsóknina boðaði Francouis Hollande, forseti frá, at neyðugt var við undantaksstøðu í landinum Soleiðis segði Hollande, forseti stutt eftir yvirgangsálopini í París fríggjakvøldið. Men hvat merkir tað fyri fraklendingar og útlendingar í Fraklandi, at undantaksstøða er lýst í landinum Undantaksstøða er lýst í eini franskari lóg frá 1955, og hon skal brúkast í støðum, tá stórur vandi er fyri almennum vanlukkum. Forsetin í Fraklandi hevur rætt at seta landið í undantaksstøðu í 12 dagar, men síðani skal franska tjóðartingið samtykkja, at undantaksstøðan verður longd. Hetta merkir, at undantaksstøðan, sum forsetin hevur lýst, bara er galdandi til 25. november. Seinast Frakland var í undantaksstøðu var í 2005, tá ófriður og eldsásetingar vóru í forstøðunum í París. Í 1984 lýsti táverandi franski forsætisráðharrin, Laurent Fabius undantaksstøðu í franska hjálandinum Ný Caledonia, sum royndi at fáa loysing við uppreistri. 99 ára gamli Alfred Haraldsen úr Elduvík hevur eitt serligt barometur, sum sigur honum hvussu veðrið verður, og hann spælir harmoniku og syngur ein sang, ið var sungin tá teir vóru í havsneyð. 90 ára gamli Arnholt Olsen er eitt av teimum 12 systkjunum úr Rituvík, sum í summar settu heimsmet sum elsta systkinapar í heiminum. Tað hugsar hann kortini ikki so nógv um. Ida Jacobsen, ið bara kann brúka aðra hondina og situr í koyristóli, fær ikki tíðina at røkka. Hon perlar og málar av lívsins kreftum til jólasøluna á heiminum, sum verður um stutta tíð. Lambamaðurin Kristian Hansen, vanliga nevndur Kristian á Kinn, hevur búð á heiminum í eitt hálvt ár. Hann er komin fyri seg aftur eftir ein stóran blóðpropp, og nú heldur hann økið uttan um heimið fyri ókrúti. 96 ára gamla Lena Petersen úr Rituvík hyggur eftir myndum av familjuni, tá vit støkka inn á gólvið hjá henni. Hon er fegin um at búgva á heiminum og at familjan vitjar dúgliga. Seinastu tvey árini hevur Eysturoyar Røktar og Ellisheim skipað fyri Seniorfestivalinum, og hetta hevur verið eitt sera væl eydnað tiltak , ið øll eru fegin um, sigur Tordur J. Niclasen, leiðari á heiminum. Kirstin Rasmusen úr Søldarfirði hevur ongantíð gingið í skúla, tí hon fekk barnalammilsi sum tvey ára gomul. Kortini hevði hon í mong ár álitisstarv í grønlandsministeriinum í Keypmannahavn. Nú búleikast hon á Eysturoyar Røktar og Ellisheimi, og her trívist hon væl. Turkaland ávaraði fronsku myndugleikarnar tvær ferðir um 29 ára gamla mannin, sum saman við tveimum øðrum drap 89 fólk á konsertstaðnum Bataclan í París fríggjakvøldið. Greinin heldur fram niðanfyri. 29 ára gamli maðurin, sum æt, Ismael Mostefai, vakti illgrunan hjá turkisku myndugleikunum, tá Frakland í oktober í fjør bað um upplýsingar um fýra aðrar menn, sum vóru undir illagruna fyri yvirgang. Tá turkar fóru at kanna teir fýra, duttu teir um navnið hjá Ismael Mostefai, og teir boðaðu fronsku myndugleikunum frá, fyrst í desember 2014 og aftur í juni í ár. Ikki fyrr enn eftir yvirgangsatsóknirnar fríggjakvøldið fingu turkisku myndugleikarnir fyrispurning úr Fraklandi um Ismael Mostefai. Tórshavnar Kommuna gjørdi longu í november 2013 eina avtalu við Levi Mørk um at fara í annað starv í kommununi og møguliga rinda aftur løn, sum av órøttum varð útgoldin í tíðarskeiðinum 2012 og 2013, tá hann var leiðari í frítíðarskúlanum í Hoyvík og Klubb 188. Avtalan um at fara frá í stillum, taka við einum øðrum starvi hjá kommununi og annars rinda møguliga ov nógv útgoldna løn aftur verður gjørd, samstundis sum illgruni er um óreglusemi. Tað stendur í avtaluni , sum Levi Mørk ger við umsitingina Í samband við grannskoðan av lønargjaldingum á frítíðarskúlanum og Klubb 188 ger umsiting yvirlit yvir útgoldnar lønir serliga til reingerðarfólk. Levi Mørk boðar frá, at hann er sinnaður at rinda møguliga ov nógva útgoldna løn aftur. Umsiting leggur skjótast yvirlitið fram fyri Levi Mørk við møguligum kravi um afturgjald, stendur millum annað í avtaluni frá november. Sostatt var í november í 2013 einki tekin um, at kommunan hevði ætlanir um at gera nakað við málið, hóast illgruni var um óreglusemi í fíggjarligu viðurskiftunum, har ein fólkavaldur býráðspolitikari var dagligur leiðari. Tvørturímóti verður nevnt, at til ber at finna eitt annað starv í kommununi til Levi Mørk tó uttan leiðsluábyrgd. Tað eru Jóan Petur Hentze, leiðari á trivnaðardeildini hjá Tórshavnar Kommunu, og Ruth Vang, leiðari á Barna og Ungdómsdeildini hjá kommununi, sum 20. november í 2013 skriva undir avtaluna fyri kommununa. Ruth Vang er í dag forkvinna í fíggjarnevndini hjá løgtinginum. Men tá fjølmiðlarnir fara at fregnast um, hví Levi Mørk fór frá sum leiðari av frítíðarskúlanum, gongur striltið við at fáa innlit í málið. Tann 3. januar í 2014 biðja fjølmiðlar um innlit í øll skjøl í sambandi við, at Levi Mørk er farin frá sum leiðari fyri Frítíðarskúlan í Hoyvík og Klubb 188. Tann 7. januar kemur svar frá journalisskipanini umbønin er móttikin og skrásett, men ikki fyrr enn 21. januar kemur eitt svar uppá umbønina hóast fjølmiðlar tvær ferðir hava rykt eftir svari. Tað er Jóan Petur Hentze, trivnaðarleiðarin sum gjørdi avtaluna við Levi Mørk tveir mánaðir frammanundan, sum eisini viðger innlitsumbønina um sama mál. Tá hann loksins svarar innlitsumbønini, er svarið noktandi. Kommunan noktar innlit í øll skjøl í málinum grundgevingin er, at málið nú er meldað til løgregluna. Svarið hjá trivnaðarleiðaranum kemur sama seinnapart, sum málið er latið løgregluni fyrrapart. Samstundis sum Tórshavnar Kommuna ger avtaluna við Levi Mørk, hevur Levi Mørk sæti í býráðnum í Tórshavnar Kommunu. Hann er fyrsti varamaðar á listanum hjá Javnaðarflokkinum, og hevur sæti fyri Bjørghild Djurhuus. Kortini verður ikki mett um hansara vælbari at taka sæti í býráðnum. Tað váttaði Ingibjørg Berg, kommunustjóri, tá málið gjørdist alment í januar 2014. Talan hevur verið um eitt drúgt mál. Í næstsíðstu viku fall dómur í málinum um fyrrverandi leiðaran í Frítíðarskúlanum í Hoyvík og Klubb 188 og býráðspolitikaran hjá Javnaðarflokkinum í Tórshavnar kommunu. Levi Mørk varð dømdur fyri heimildarsvik, mandatsvik. Vit vistu ikki, um nakað óreglusemi var farið fram, tá vit skrivaðu undir notatið í november, sigur Jóan Petur Hentze, trivnaðarleiðari í Tórshavnar Kommunu. Hann vísir samstundis aftur, at hann visti, at nakað óreglusemi var farið fram, tá skjalið varð undirskrivað. Tað er sjáldan, at franski forsetin heldur røðu í tjóðartinginum, og hetta var fyrstu ferð síðani 2009, at hann helt røðu fyri báðum kømrunum í tinginum í senn. Yvirgangsatsóknin í París fríggjakvøldið liggur sum eitt svart skýggj yvir býnum, og hóast fólkið syrgir, roynir vanligi fraklendingurin at fáa lívið at ganga sína vanligu gongd. Yvirgangur í Evropa er ikki ókendur. Vit minnast eitt nú ETA í Spania, IRA í Onglandi og Rote Armee Fraktion í Týsklandi, men nú hevur Evropa fingið ein nýggjan fígginda, sum er Islamski Staturin, sigur Heini í Skorini phd. lesandi. IS hevur sent øllum teimum, sum felagsskapurin allýsir sum heidningar, krígsavbjóðing. Og tey, sum verða meinast rakt, eru muslimar, sum flýggja, sigur hann. Vegleiðingin sigur, nær vinnurekandi kunnnu broyta ómaksgjøld ella leggja nýggj gjøld á, tá sáttmáli er gjørdur við brúkaran um eina vøru ella tænastu. Sambært lógini um marknaðarføring kunnu vinnurekandi ikki av sínum eintingum áleggja ella hækka ómaksgjøld. Tað skal standa í avtaluni millum partarnar, millum seljara og keypara. Avtalan kann vera sáttmáli, sum samráðst hevur verið um við hvønn einstakan kunda, ella standardavtalutreytir ella vanligar handilstreytir hjá vinnurekandi. Brúkarin skal varskógvast í góðari tíð, tá broytingar eru á veg. Brúkarar skulu eisini fáa at vita, hvørjar møguleikar tey hava at sleppa úr avtaluni, áðrenn broytingar í ómaksgjøldum verða settar í gildi. Stirvið løgfrøðiligt mál í vegleiðingini ger ikki lógina um marknaðarføring skilligari hjá teimum, sum brúka lógina. Handilsvinnufelagið mælti Brúkaraumboðnum frá at seta vegleiðingina, sum hon var orðað, í gildi. Vegleiðingin fer ikki at gera tað lættari hjá vinnuni at halda marknaðarføringarlógina. Hon er rætt og slætt ikki nóg brúkaravinarlig, var niðurstøðan hjá Handilsvinnufelagnum. Trúgvi Kristiansen, sum lesur verkfrøði á Danmarks Tekniske Universitet, DTU, er ein av fimm verkfrøðilesandi í Danmark, sum eru vald út at fáa starvslærupláss hjá flogverksmiðjuni Lockheed Martin. Danmark er við í menningini av F 35 stríðsflogførunum og møguliga skal danski staturin keypa nøkur av hesum framkomnu stríðsflogførum. Høvuðstølini 12 milliónir krónur í yvirskoti 220 milliónir krónur brúkast til íløgur Skattalætti til lág og miðallønt 150 milliónir krónur í skattalætta til lág og miðallønt Einfaldari og stigvaksandi skattastigi Barsilsloyvi leingjast Úr 38 upp í 44 vikur Gjaldið hækkar 0,07 Familjuískoyti til fátækar familjur 8,6 milliónir krónur settar av Kringvarpsgjaldið umleggjast Hvør einstakur skal gjalda 1800 krónur um árið Øll undir 24 ár frítikin Fólk eldri enn 66 ár gjalda 600 krónur um árið Kringvarpsgjaldið verður frítikið fyri mvg Pensjónistar fáa ein lætta Samhaldsfasti hækkar Viðbótin hækkar Grundupphæddin lækkar Kringvarpsgjaldið lækkar Hægri útbúgvingar Búskaparfrøði byrjar á Setrinum í 2016 Fleiri sjúkrafrøðingar takast inn á Setrið Átta milliónir krónur settar av til kampus Talgilding 10 milliónir krónur til talgilda undirskrift Gjøld á ali og fiskivinnu Alivinnan rindar 108 milliónir krónur Fiskivinnan rindar 178 milliónir krónur 15 seljast á uppboði Hægri gjøld Inngjaldið til Samhaldsfasta hækkar Hægri bensin og diesel avgjøld Barsilsgjaldið hækkar Annað Útlendingamál yvirtakast Landsbankin endurstovnast Búskapargrunnur setast á stovn Hægri neyðhjálp Fred Ruddick kom til Føroya til skjótt trimum árum síðani. Hann hevur átikið sær uppgávuna at bóka bólkar G , samstundis sum hann fer at fríðka um festivalin á øðrum økjum enn tí tónlistarliga. Fred Ruddick greiddi í morgun frá sínum uppvøkstri í Onglandi, har hann sum smádrongur spældi violin og var kórsangari, áðrenn hann seinni arbeiddi á virðisbrævamarknaðinum og gjørdist íløguráðgevi, fyri síðani at venda aftur til tónleikin fult og heilt, tá hann fór at lesa á Liverpool Institute of Performing Arts, sum Poul McCartney setti á stovn. Fred Ruddick hevur ferðast kring knøttin við tónleiki, men flutti til Føroya fyri hálvumtriðja ári síðani saman við unnustuni Gretu Svabo Bech. Landsbankin verður kortini ikki søga meira, tí hann skal endurstovnast, segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, á tíðindafundinum í Tinganesi í morgun. Gongur tað, sum samgongan ætlar, verður Landsbankin endurstovnaður um eitt hálvt ár, 1. mai, upplýsti Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum. 13. februar í 2013 kom Tjóðveldi við uppskoti um at seta úr gildi løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg um Landsbanka Føroya. Tað broytti kortini einki, tí uppskotið varð felt. Flestu starvsfólkini í Landsbankanum fóru í annað alment starv, tá hann fór í søguna. Millum annað gjørdist stjórin, Sigurd Poulsen, stjóri á Hagstovuni. viðmerk 650 orð í evnisteiginum. Soleiðis endaði avbjóðingin hjá Góðan morgun Føroyar tíðliga á heysti 2014. 13 vikur seinni høvdu 82 fólk sent 153 søgur inn. 60 av hesum stuttorðaðu ferðum inn í nýggjar heimar, lagnukvidnar tilburðir og óvæntaðar snaringar verða nú givnar út í bókini Nýtt flog, sum Rakel Helmsdal hevur ritstjórnað. Hugskotið var, at fólk fingu eina bundna uppgávu at skriva útfrá, eitt nú einum stuttum teksti, einum tónleikabroti, ella eini mynd. Avbjóðingin var so at skriva eina stuttsøgu sum ikki fór uppum 650 orð. Tað upplýsti Aksel V. Johannesen, løgmaður, tá hann á tíðindafundi greiddi frá raðfestingunum og broytingaruppskotinum til fíggjarlógina fyri 2016. Í framtíðini verður kringvarpsgjaldið 1800 krónur fyri hvønn einstakan, ella 150 krónur um mánaðin, segði løgmaður millum annað á tíðindafundinum. Tað eru kortini ikki allir borgarar, sum í framtíðini fara at gjalda kringvarpsgjald, meðan aðrir bólkar fara at gjalda minni í kringvarpsgjaldi. Øll fólk undir 24 ár verða í framtíðini frítikin fyri kringvarpsgjald, sama um fólk bert hava lestrarstudning sum inntøku ella um fólk eru í einum hálønarbólki. Tað er trupult at umsita eina skipan, har munur verður gjørdur á inngjaldinum, ið TAKS fer at krevja inn, segði Aksel v. Johannesen á tíðindafundinum í morgun. Allir pensjónistar fara eisini at gjalda tað sama, uttan mun til, hvat starv fólk hava havt, sambært uppskotinum. Pensjónistar fara at gjalda 600 krónur um árið. Tað sá alt so ljóst út. Maria A. Hentze hevði funnið mannin, ið hon vildi liva saman við restina av lívinum, og tey skuldu liva saman í Kanada, haðani maðurin var. Tað byrjaði í smáum, men vant upp á seg. Hann kundi vera úti frá mær og børnunum í nakrar dagar, og vit vistu einki um, hvar hann var, ella hvussu hann hevði tað. Eg livdi í einum støðugum ampa hasa tíðina, sigur Maria A. Hentze. Ta einu ferðina bleiv eg kallað inn á fund í skúlanum hjá teimum báðum elstu børnunum. Tá bleiv eitt nú orðið fostufamilja nevnt, og tá fekk eg ein veruligan hvøkk. Hetta var ikki tað lívið, eg ynskti børnunum og heldur ikki mær sjálvari, fortelur Maria A. Hentze, sum stutt eftir tók eina stóra avgerð. Eg kendi meg noydda at velja mannin og lívið í Kanada frá. Tað hevur sjálvandi havt avleiðingar, men eg veit, at tað var tað rætta fyri meg og børnini, sigur Maria A. Hentze. Í Vegamótinum fortelur Maria A. Hentze um lívið saman við einum alkoholikara, gerandisdagin í Kanada, og hvussu tað var, at koma til Føroya sum einsamøll mamma við fýra børnum. Samgongan ætlar, at heilsuverkið komandi ár skal hava 30 milliónir krónur afturat. Umframt at eyka játtanin verður brúkt til lønarvøkstur og prísvøkstur á medisini, so skal peningurin eisini fara til nýggj kanningarátøk, sigur samgongan. Hetta staðfestir Vladimir Putin, forseti í dag sambært tíðindastovuni Reuters. Vladimir Putin, russiski forsetin, sigur, at nú skulu tey seku finnast. Russiska fregnartænastan, FSB, upplýsir, at tey hava funnið slóðir av spreingievni í vrakinum, og stjórin í FSB, Alexander Bortnikov sigur, at talan var um eina heimagjørda bumbu. Russland fer í hesum sambandi at herða loftálopini í Sýria, har yvirgangsrørslan IS heldur til. Reuters skrivar, at egyptiskir myndugleikar hava tvey starvsfólk í floghavnini Sharm el Sheikh í varðhaldi. Fólkini eru í varðhaldi, tí illgruni er um, at tey hava hjálpt til at fáa spreingievni umborð á flogfarið. Talan er, sum skilst, um tvey trygdarfólk, sambært Reuters. Flogfarið var á veg tann 31. oktober úr Egyptalandi til Sankta Pætursborg í Russlandi, tá tað 22 minuttir eftir fráferð hvarv av radaranum og datt niður. 224 fólk lótu lív. Yvirgangsbólkurin Sinai Province, sum stuðlar IS, hevur tikið ábyrgdina av vanlukkuni. Eftir núverandi skipanin skal alivinnan í Føroyum gjalda ein eyka partafelagsskat uppá 4,5 prosent umframt eitt tøkugjald uppá eitt hálvt prosent. Hetta verður nú broytt soleiðis, at tøkugjaldið verður 5 prosent og partafelagsskatturin verður strikaður. Tó hevur man lagt upp fyri at laksaprísurin kann lækka, sigur løgmaður. Atli Gregersen er stjóri á Hiddenfjord og er somuleiðis í nevndini í Havbúnaðarfelagnum. Hann hevur sitið í einum arbeiðsbólki, sum gav fyrrverandi samgonguni eitt álit um, hvussu ein gjaldskipan fyri alivinnuna eigur at innrætast. Atli Gregersen, stjóri á Hiddenfjord, heldur ikki nógv um broytingarnar. Sum heild eru føroysku politikarnir alt ov bráðir, heldur hann. Hann sipar til, at undanfarna samgonga boðaði frá at alivinannan skuldi gjalda 95 milliónir krónur meira. Tað eru ymiskir háttir at sleppa undan at gjalda skatt og vil landið tryggja sær at pengarnir koma inn, eru aðrir møguleikar at gjalda eftir yvirskoti, sigur Atli Gregersen. Tey ungu hava ov fáar málsligar fyrimyndir, og málið er versnað nógv, sigur Vár í Ólavsstovu, phd og adjunktur í móðurmáls náms og undirvísingarfrøði. Meira verður at hoyra um hetta evnið í sendingini Máltíð , sum kemur eftir tíðindini klokkan 17 í dag. Næsta ár verða 15 prosent av føroysku kvotunum eftir makreli, sild og svartkjafti seldar á almennari uppboðssølu. Somuleiðis skulu 15 prosent av føroysku Barentshavs kvotunum seljast á uppboði. Landsstýrið roknar við at fáa tilsamans 178 milliónir krónur í tilfeingisgjaldi frá fiskivinnuni næsta ár. Hoyr alla samrøðuna við Høgna Hoydal, landsstýrismann í fiskivinnumálum, sum Jón Brian Hvidtfeldt gjørdi. Samgongan lempar við kvísl upp í landskassan og brúkar skattalætta sum skálkaskjól fyri at taka meira frá vinnuni og frá fólki, heldur Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum. Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum og næstformaður í Fíggjarnevndini, heldur ikki nógv um allar ætlanirnar, sum landsstýriskvinnan í fíggjarmálum og løgmaður løgdu fram fyrrapartin. Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, heldur heldur ikki nógv um allar ætlanirnar, sum landsstýriskvinnan í fíggjarmálum og løgmaður løgdu fram fyrrapartin. Tað verður heldur ikki við hjálp frá Fólkaflokkinum, at samgongan fer at selja uppsjóvarfisk og Barenthavsfisk á uppboðssølu, og at leggja leigugjald á alifirðir, sigur formaðurin í Fólkaflokkinum. Hoyr alla samrøðuna, sum útvarpið gjørdi við teir báðar floksformenninar eftir tíðindafundin í Tinganesi fyrr í dag. Hesa ferð fylga vit Edmundi S. Jacobsen, sum hevur búð í Keypmannahavn í nógv ár. Hann er útbúgvin skipsverkfrøðingur og skipsførari, men eitt skifti var hann heimleysur. Í dag brúkar Edmund S. Jacobsen fitt av síni tíð á Sundholm, har heimleys búgva. Hann er eisini sera virkin í føroyska útisetaumhvørvinum. Tað vísti seg at vera vestmenningur, sum Gunnar Skúvadal kendi frá skúlatíðini. Teir góvu hvørjum øðrum lógvatak og flentu at hesi sjáldsomu hending, sum kanska sigur nakað um, at verðin er lítil, og at føroyingar eru allastaðni. Fólkapensjónistar fáa millum 400 og 420 krónur meiri at liva av um mánaðinum, men tað ger ov lítlan mun halda tey, sum bara fáa fólkapensjón og pensjónsgjald úr Samhaldsfasta. At vinnan skal gjalda meiri, og at ein partur av uppsjóvarfiskinum og kvotuni í Barentshavinum skal seljast á uppboði, hevur fingið ilt í vinnuna og reiðararnar. Ein stórur partur av hesi upphæddini fer til framskrivaðar lønarútreiðslur, men rúm verður eisini fyri at gera fleiri skurðviðgerðir í senn á Landssjúkrahúsinum. Tá landsstýrið legði fram sína fíggjarlóg fyri næsta ár á tíðindafundi í Tinganesi í gjár, boðaði løgmaður frá, at partur av íløguni til Marknagilsdepilin er skumpað fram til fíggjarlógina fyri 2017. Tey, sum ikki eru støk, fáa 22.000 krónur um árið fyri fyrsta barnið. Tey, sum hava fleiri enn eitt barn, fáa síðani 5.000 krónur afturat fyri hvørt barnið, so støk foreldur, sum hava trý børn til dømis, fáa 28.000 krónur um árið. Tað ætlar Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, sum hevur borið løgtinginum lógaruppskot um familjuískoyti. Endamálið er at hjálpa barnafamiljum, sum hava lítlar inntøkur og trong kor. Fult familjuískoyti fáa tey, sum hava minni enn 190.000 krónur í inntøku um árið. Ískoytið minkar stigvíst, so hvørt sum inntøkan fer upp um 190.000 krónur Tá inntøkan er komin upp í 275.000 krónur hjá støkum og 295.000 krónur hjá teimum, sum ikki eru støk, steðgar familjuískoytið. Landsstýrið hevur sett av 8,6 milliónir krónur til familjuískoytið í fíggjarlógini fyri 2016. Tvey fólk hava latið lív undir einari atsókn hjá fronsku løgregluni í morgun, skrivar BBC. Tey bæði fólkini lótu lív, tá ein kvinna sprongdi eitt belti við sprongievnum. Tvey fólk eru handtikin, sigur BBC. Tað var tíðliga í morgun, at løgreglan fór inn í Saint Denis, ið er ein forstaður norðanfyri franska høvuðsstaðin, París. Greinin heldur fram niðanfyri. Sambært BBC ger løgreglan atsókn móti einari íbúð, har fólk, ið verða hildin av hava hava samband við yvirgangsatsóknina, eru stødd. Óváttað tíðindi vija vera við, at maðurin, ið er undir illgruna fyri at hava lagt atsóknina til rættis, Abdelhamid Abaaoud, er í íbúðini, og hevur girt seg inni har við belgiska Salah Abdeslam, ið er eftirlýstur í samband við atsóknina. Dia Midjord, kringvarpsstjóri, Liljan Weihe, tíðindaleiðari, Jan Lamhauge, tíðindamaður, og Sveinur Tróndarson, táverandi redaktørur á portal.fo, eru í morgun fríkend í Eystara landsrætti. Jørgen Niclasen, táverandi landsstýrismaður, stevndi í juni mánað 2014 tey fýra fjølmiðlafólkini fyri ærumeiðing tí hann kendi seg órættvíst viðfarnan av Kringvarpinum og Portalinum. Tey fýra fjølmiðlafólkini vórðu í fyrsta umfari funnin sek í ærumeiðing, tá Føroya rættur feldi dóm í málinum 25. februar í ár. Eystari landsrættur var kortini ikki samdur í dóminum. Eystari landsrættur hevur í morgun fríkent tey fýra fjølmiðlafólkini fyri ærumeiðing, nú dómur er sagdur í sonevnda tollmálinum, ið byrjaði stutt fyri jól í 2013. Rætturin viðmerkir, at tað var ikki heimild fyri yvirskriftini Snýtti við tolli Fíggjarmálaráðharrin snýtti landskassan fyri 600.000 krónur í greinini, ið kom á portal.fo 19. desember 2013. Jørgen Niclasen, táverandi landsstýrismaður, skal gjalda 376.200 krónur tilsamans í sakarmálskostnaði. 125.600 krónur til Svein Tróndarson og 250.600 krónur til kringvarpsfólkini. Jørgen Niclasen, fyrrverandi landsstýrismaður, stevndi Dia Midjord, kringvarpsstjóra, Liljuni Weihe, tíðindaleiðara, og Jan Lamhauge, tíðindamanni, og Sveini Tróndarsyni, fyrrverandi redaktøri á Portalinum, fyri ærumeiðing. Tá málið var fyri í Føroya rætti, fekk Jørgen Niclasen viðhald frá rættinum í øllum ákærum sínum móti teimum trimum kringvarpsfólkunum og fyrrverandi starvsfólkinum hjá Portalinum. Tey fýra fjølmiðlafólkini vórðu 25. februar dømd at rinda 50.000 krónur í endurgjaldi og dagbøtur. Kringvarpsfólkini og Sveinur Tróndarson skutu dómin inn fyri Landsrættin, ið nú hevur kunngjørt dómin í málinum. Jensina Olsen og Finnur Hansen spæla 26 nýggjar barnasangir á fløgu. Vit vitja tey og tey siga okkum, at Aleksandur Kristiansen hevur skrivað yrkingarnar, Knút Olsen hevur gjørt løgini og Bárður Jákupson hevur málað vatnlitsmálningar. Jensina syngur og spælir og Finnur spælir og tekur upp. So eru bókadagar í Norðurlandahúsinum. Her er ein bamsuskaðastova, nógvar nýggjar bøkur eitt nú Eg sá ein eingil, Alda og Driongurin í gulum gummistyvlum. Eisini kunnu børn gera Harry Potter gandastavar, tey kunnu hoyra søgur og finna uppá søgur og mangt mangt annað. Snorri Patursson, kostfrøðingur, fegnast um granskingina. Hann heldur, at niðurstøðurnar eisini kunnu flytast til Føroya. Tað ræður um at byrja so tíðliga sum gjørligt at venja børn við fjølbroyttan, heilsugóðan kost. Kanningin, sum sipað verður til, er heimsins størsta av sínum slag. Niðurstøðan er, at tað er umhvørvi og matmentan heldur enn ílegur, ið gera av, um børn eru kræsin. Kanningin kann takast niður her . Eivør, Teitur, Benjamin og ein rúgva av øðrum føroyskum tónleikarum brúka Studio Bloch hjá Jónas Bloch Danielsen. Men eisini tónleikarar úr Noreg, Svøríki, Íslandi og Danmark koma hagar at taka upp tónleik. Eitt nú hava íslendsku Mezzeforte verið har, og tá danski Lukas Graham var í Føroyum herfyri, legði hann eisini leiðina framvið í Studio Bloch. Hann kemur aftur her at gera næstu fløguna hjá sær, segði Jónas Bloch Danielsen millum annað, tá morgunsendingin var á gátt hjá honum í morgun. Tað tekur tíð at uppbyggja eitt studio sum hetta, at skapa sær ein nóg stóran kundaskara og fáa eitt gott umdømi, men nú er líkt til, at tað er við at eydnast hjá okkum, sigur hann. Tað sigur Dia Midjord, kringvarpsstjóri, nú Eystari Landsrættur hevur fríkend Svein Tróndarson, Dia Midjord, Liljuna Weihe og Jan Lamhauge fyri at kalla allar ákærur. 25.februar í ár fekk Jørgen Niclasen annars viðhald í Føroya Rætti. Hóast dómurin varð kærdur, so ávirkaði hann tíðindaflutningin í Kringvarpinum, metir Dia Midjord. Greining Islamiski Staturin ætlar sær at beina fyri enn fleiri ósekum fólkum á evropeiska heimabeitinum. Men tað er ikki til at siga, hvar bumburnar bresta næstuferð. Tað kann vera í París, í London ella í Keypmannahavn. Tað vita vit ikki. Har radikala islamiska hugsjónin nørist, er nú vandi fyri yvirgangi. Úr miðeystri kemur ein hópur av hóttanum um fleiri álop á evropeiskari jørð. Og tað er bara ein spurningur um tíð, nær ein hóttan úr rúgvuni verður fullførd, helst fleiri enn tað. Islamiski Staturin vil hava borgarakríggj í Evropa. Greiða ætlanin er, at óttin og ræðslan skulu fáa bestu gróðrarlíkindini í Evropa ætlanin er heilt einfalt at spjaða og syndra evropeisku samfeløgini innanífrá. Islamiski Staturin væntar og vónar, at harðrendu yvirgangsálopini fara at hava við sær, at radikalir muslimar og hini fara at klandast á evropeiskari jørð. Evropa fer tá at standa munandi veikari. Sum Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum, orðaði tað í oddagreinini mánadagin, so er endamálið at nøra um spírandi viljan móti fremmandum fólki í evropeiskum londum. Tí líkindini eru ikki vánalig fyri, at útihýstir muslimar, sum Evropa skúgvar til viks, fara upp í Islamiska Statin. Tað hevur eisini partvís eydnast. Flóttafólkastreymurin hevur elvt til, at víðgongdu høgraflokkarnir í Evropa fáa alsamt størri undirtøku. Evropeisku londini halda onga felags kós, londini eru ikki sameind, nú flóttafólk flýggja undan ófriði og ruðulleika í Sýria, Irak og Afganistan. Øðrumegin standa tey, sum halda, at hetta er ein menniskjanslig avbjóðing við troti á hjálpartiltøkum, hinumegin standa tey, sum halda, at hurðarnar skulu latast aftur, millum annað, tí radikala hugsjónin kemur við teimum í viðførinum til Evropa. Ósemjan ber við sær, at Evropeiska Samveldið ger lítið um seg, meðan avbjóðingin stendur við og versnar. Í Evropa veit eingin, hvussu vit skulu sláa manngarð um fólkaræðisligu stýrisskipanina. Og tað hevur elvt til klandur og nú eisini kríggj í hesum siviliseraða partinum av heiminum. Á gøtunum í franska høvuðsstaðnum fánar áræðið smátt um smátt. Tann stríðshugurin, sum sermerkti henda mentanarliga miðstaðin eftir eirindaleysa álopið á Charlie Hebdo í januar, er ikki eins stinnur nú. Høvuðsorsøkin er, at radikala islamiska hugsjónin fevnir víða. Hugsjónin røkkur nú eisini til Pakistan, Afganistan og landaøki har norðuri í Afrika. Ein hugsjón, sum er kjølfest í, at øll, sum hava eina aðra áskoðan enn tey, skulu drepast. Tey, sum ikki vilja upp í part, skulu snøgt sagt beinast burtur. Og Islamiski Staturin hevur trúgvar fylgissveinar í lítlum íbúðum í Fraklandi, Týsklandi, Bretlandi og Belgia. Í Fraklandi, og aðrastaðni við, er avbjóðingin at finna røttu javnvágina millum tryggleikan og frælsi. Tað frælsi, sum hevur verið grundvøllurin undir franska samfelagnum, síðan rembingarnar ímóti kongsvaldinum og einaræðinum í 1789. Frælsishugtøkini, sum millum aðrar Rousseau og Voltaire sjósettu í París í fyri 300 árum síðani, skulu nú standa sína roynd. Tað er nú meira neyðugt enn á ævini at vísa, at tey frælsishugtøkini, sum hava myndað frælsislynta Evropa, standa á stinnari grund. At frælsishugtøkini ikki kvíða fyri bumbum, skotvápnum og hóttanum, sum vilja vinna sær politiskt vald í stundini. Men hóttanirnar um fleiri yvirgangsálop hava lagt seg sum eitt stórt, svart skýggj yvir Evropa. Og tað er undir hesum skýggi, at evropearar skulu liva og virka. Fær ræðslan fastartøkur, og evropearar halda seg innandura, er tað ein sigur fyri radikalu islamistarnar. Men lata vit bara standa til, sum einki er hent, eru vit naiv. Íkomna støðan fer helst at hava við sær, at evropeiska eftirlitið verður hert enn meira. Løgreglan fær víðari heimildir at leita í persónligum upplýsingum. Ein av avleiðingunum av yvirgangsálopunum verður, at okkara persónliga frælsi verður skert. Og tað er tað sama sum minni vælferð. Tað er við minni vælferð, at evropearar skulu rinda fyri hert eftirlit. Og meðan politisku oddafólkini fara áhaldandi at tingast um, hvør avgerð er tann rætta, nærkast næsta yvirgangsálopið. Tí hert eftirlit fer ikki at koma hóttanunum til lívs. Tað er rætt og slætt vónleyst at verja seg ímóti einari kalasjnikov, sum kann keypast fyri 3000 krónur á svarta marknaðinum. Tað er órógv í Europa eftir atsóknirnar í Paris fríggjakvøldið. Um middagsleitið boðaði floghavnin í Kastrup frá, at fólk vóru biðin um at fara úr einum av terminalunum, tí ein ókend taska varð funnin. Danska løgreglan váttaði fyri donskum fjølmiðlum, at løgreglufólk vóru á veg til terminalin. Ferðafólk sum vóru í terminali 2, vórðu flutt í terminal 3, upplýsir floghavnin. Samstundis varð gjørt greitt, at Metroin ikki koyrir ferðafólk til Kastrup í løtuni, tí steðgiplássið er við terminal 3, har sum taskan varð funnin. Dagført 14 22 Terminal 3 í Kastrup lufthavn er opin aftur, boðaði løgreglan frá fyri løtu síðani. Talan var ikki um eina bumbu, sigur løgreglan sambært DR. Í 14 ár hava royndir verið gjørdir við drápsamboðnum, og nú verður loyvt at brúka hann. Jústines Olsen, djóralækni, sigur, at við hesum verður drápið so forsvarligt sum gjørligt. Dómurin er rættiliga festur. Eg havi ikki nærlisið hann, og eg skal eisini tosa við advokatar áðrenn eg taki støðu til tað, sigur Jørgen Niclasen, nú Eystari landsrættur hevur fríkent fýra fjølmiðlafólk fyri at hava ærumeitt fyrrverandi landsstýrismannin. Hoyr alla samrøðuna, Jón Brian Hvidtfeldt hevði við Jørgen Niclasen, fyrrverandi landsstýrismann, í tíðindasendingini í útvarpinum á døgverða. Tað kom fram, tá landsstýrið í gjár legði nýggja fíggjarpolitikkin fram. Inntøkurnar hjá landinum fyri tinglýsingar vera væntandi um 40 milliónir krónur komandi ár, sigur Malene Egeberg Jacobsen, leiðari á deildini fyri tinglýsingar og landsfólkayvirlitið. Vit hoyra skúvoyingar kvøða Gudbrandskvæði. Sumbingar fara upp á gólv við Jallgrímskvæðnum. Heimasandsmenn kvøða Jeg ser s mangt er orlogsskib. Vit hoyra eysturoyingar við Kópakvæðnum. Suðuroyar norðara dansifelag fer upp á gólv við Tróndarkvæðnum. Vatntáttin kvøða heimasandsmenn. Vit hoyra dalbingar við Arngrímssynum og at enda kvøða sumbingar Brestiskvæði. Kvæðini, vísan og tátturin eru øll í fullari longd Lagt er ikki upp fyri serligum viðurskiftum í Føroyum og Grønlandi í nýggju politisemjuni, sum danska stjórnin hevur gjørt saman við flokkum í andstøðuni, skrivar grønlendska kringvarpið, KNR. Bæði stjórnarflokkurin Venstre og andstøðuflokkurin sosialdemokratarnir boðaðu frá, áðrenn semjan varð almannakunngjørd, at serlig fyrilit eru ikki tikin viðvíkjandi Føroyum og Grønlandi. Fólkatingslimirnir hjá Føroyum og Grønlandi vóru ikki bodnir við til samráðingarnar um politisemjuna. Samráðingarnar vóru um, hvussu nógvar pengar, politiið fær í framtíðini, og hvørjar brotsgerðir, dentur skal leggjast á. Í semjuni er staðfest, at Ríkispolitiið avger sjálvt, hvussu nógv fólk arbeiðir ymsa staðni í ríkinum. Grønlendsku fólkatingslimirnir vildu hava fleiri pengar til politiið í Grønlandi, men teir eru ikki í nýggju politisemjuni. Sambært politisku semjuni fær danska politiið 480 milliónir krónur meira um árið til 2019. Landsrætturin staðfestir í fleiri førum, at prógv eru fyri at Jørgen Niclasen snýtti í tolli. Tískil er dómurin í Landsrættinum í dag ikki bara ein fríkenning av journalistunum. Hann er eisini eitt slag av dómi yvir Jørgen Niclasen, sigur Jógvan Páll Lassen. Christian Andreasen, advokatur hjá Jørgen Niclasen, er púra ósamdur. Hoyr advokatarnar Jógvan Páll Lassen, Christian Andreasen og Bjørn á Heygum viðgera dómin í Eystara Landsrætti, har fýra fjølmiðlafólk blivu fríkend fyri ærumeiðing. Alivinnan er í øðini um, at landsstýrið ætlar at økja tøkugjaldið úr hálvum upp í fimm prosent. Hetta fer at taka grundarlagið undan møguleikanum hjá alivinnuni at endurnýggja seg, sigur Atli Gregersen, stjóri í Luna. Hann eftirlýsir einum øðrum leisti at taka pengar frá alivinnuni. Løgmaður sigur, at um gjaldið bara er grundað á avlop, er vandi fyri at fyritøkur fara at vera í so kreativar at hava so lítið avlop sum gjørligt. Hondbólturin var einaferð flaggskipið í føroyskum ítrótti. Stóri framburðurin er í 70 unum. Tá koma høllirnar, og við teimum kollveltist hondbóltsspælið. Føroyar fingu tíðliga limaskap í altjóða hondbóltssamgonguni IHF, og føroysk lið fóru at spæla Europa Cup dystir longu í 1972. Manslandsliðið var ógvuliga virkið og spældi fleiri dystir á hvørjum ári, úti sum heima. Í 1976 er føroyska manslandsliðið sum fyrsta føroyska ítróttalið nakrantíð við í einari heimsmeistarakapping. Hesa tíðina spæla fleiri føroyingar hondbólt á høgum stigi í Danmark. Kári Mortensen spælir í Efterslægten og síðani Saga frá 1973 til 1979, og er eyðsýndur spælari í fremstu donsku deildini. Eyðfinn Egholm og Hanus Joensen standa seg eisini ógvuliga væl í øðrum feløgum. Hondbóltsfepurin í Føroyum er upp á tað mesta í februar 1980, tá ið C heimsmeistarakappingin fyri manslandslið verður hildin her heima. Tíggju lond eru umboðað í kappingini, teirra millum Frakland, sum í dag er mætasta manshondbóltstjóð í heiminum. Spælt verður í øllum trimum høllunum í landinum, í Havn, Klaksvík og í Vági, har nýggj høll júst var komin. Stevnan er endin á glæsiligasta tíggjuáraskeiðnum í føroyskum hondbólti. Tey, ið forvinna 300.000 krónur um árið, fáa góðar 700 krónur í skattalætta um mánaðin. Allar inntøkur millum 190.000 og 380.000 krónur fáa meira enn 500 krónur um mánaðin í skattalætta, sambært Fíggjarmálaráðnum. Av teimum 151 milliónum krónunum, sum ætlaði skattalættin fer at kosta, stava 111 milliónir krónur frá lækking í kommunuskattinum, og 40 milliónir krónur frá lækking í landsskattinum. Sambært uppskotinum er ætlanin at leingja barnsburðarfarloyvið úr 38 vikum upp í 44 vikur. Hjá ættleiðingarforeldrum verður farloyvi longt úr 46 upp í 52 vikur. Skipanin verður eisini broytt soleiðis, at tær báðar vikurnar, pápin kann lata mammuni í framtíðini, verða markaðar pápanum. Tað vil siga, at pápin kann ikki lata mammuni tvær vikur av sínum farloyvi. Hjá mammuni hevur tað tó ongan týdning, stendur í viðmerkingum til uppskotið, tí tíðarskeiðið, foreldrini kunnu býta sínámillum, verður longt seks vikur, úr 20 vikum upp í 26 vikur. Tað verður mett at kosta 13,7 milliónir krónur meira at leingja barnsburðarfarloyvið. Av tí sama hækkar inngjaldið til skipanina eisini. Tað hækkar úr 0,62 prosentum upp í 0,71 prosent. Senditíðin hjá útvarpinum var bara hálvurannar tími um dagin. So við og við varð lagt aftrat senditíðini í 60unum, og nýggjar sendingar settar á skránna, eitt nú morgunsendingar. Fyrsti leikurin, Marius var við til at gera, var Páll Fangi. Nakað skjótt kom fyrsta ljóðmyndin hjá T.N. Djurhuus, og Eyðun Johannessen fór at stjórna Gregory gátuni. Marius sjálvur varð settur at hava sendingina Tónleikur fyri hálvvaksin. Ferðast var dúgliga til ítróttakappingar, stevnur og aðrar hátíðir. Í 1967 fór Marius niður til Danmarkar, har hann var í starvi hjá DR í góð tvey ár. Eisini fasta inngjaldið til Heilsutrygd hækkar á nýggjárinum. Sambært galdandi lóg skuldi tað annars lækka fimm krónur, úr 170 krónum niður í 165 krónur, men nýggja samgongan vil hava tað hækkað upp í 175 krónur. Tær tíggju krónurnar afturat um mánaðin fara at geva Heilsutrygd 4,3 milliónir krónur afturat næsta ár, sigur Heilsu og Innlendismálaráðið. Sambært galdandi lóg skuldi prosentgjaldið hækka úr 0,55 prosentum av skattskyldugu inntøkuni upp í 0,60 prosent á nýggjárinum, og tað stendur við. Nógv hevur verið prátað um talgildu undirvísingina seinastu tíðina, og tykjast fólk vera ósamd, hvat hesum viðvíkir. Onkur heldur, at vit áttu at havt talgilda undirvísing við teldlum í øllum fólkaskúlum í landinum, meðan onnur halda, at hetta als ikki er mennandi fyri næmingin. Granskingartoymi á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya fór í fjør undir eina granskingarverkætlanin, sum millum annað hevði til endamáls at kanna, hvussu talgildu miðlarnir verða brúktir í undirvísingini í fólkaskúlanum. Vár í Ólavstovu, adjunktur í móðurmálsnámsfrøði á Námsvísindadeildini, greiðir frá hesi kanning. Tveir fókaskúlar í Føroyum hava í tvey ár brúkt teldlar til allar næmingar í skúlanum, teir eru Strandaskúli og Skúlin á Fløtum. Vit tosa við tveir lærarar um, hvussu tað riggar at brúka teldlar, sum undirvísingaramboð, og í hvussu stóran mun tey halda, vit eiga at brúka teldlar í undirvísingini í fólkaskúlanum. Gitte Klein, lærari og master í jaligari sálarfrøði er ein teirra, sum ikki heldur at tedlar eiga at vera partur av dagsins undirvísing, millum annað tí, at heilin hjá einum barni als ikki er mentur til hetta. Áður hava ung fólk við sálarsjúkum verið send av landinum í longri ella styttri tíðarskeið, til viðgerð, og hetta hevur havt við sær stórt inntriv í familjulívið hjá unga fólkinum, og teimum avvarandi. Almannaverkið hevur nú fingið hús í Havn, har pláss eru til fimm ung fólk við sálartrupulleikum. Her verður givið teimum venjng í at liva gerandisdagin sum flest onnur fólk, eitt nú við skúla og arbeiðsmøgulleikum. Stovnurin verður fíggjaður av játtanini til almannaverkið, men Birita Clementsen leggur afturat, at stórar sparingar eru, at geva hesum ungu fólkunum viðgerð í Føroyum. Frá Almannaverkinum vóru Oddbjørg Johansen, dagligur samskipari og Birita Clemmentsen, eindarleiðari, komnar í útvarpsstovuna at greiða frá um nýggja stovnin. Fíggjarmálaráðið hevur biðið Fíggjarnevndina seta pengarnar í fíggjarlógina fyri 2016. Landsbankin skal endurstovnast 1. mai næsta ár. Landsstýrið ætlar, at til raksturin átta mánaðir í 2016 skulu flytast 2,6 milliónir krónur frá Gjaldstovuni og 1,2 milliónir krónur frá Hagstovuni, og harafturat skal játtast hálv onnur millión til endurstovnanina. Sambært Fíggjarmálaráðnum skal Landsbankin skipast sum óheftur tjóðarbúskaparligur stovnur, sum skal virka fyri fíggjarligum støðufesti, umsita gjaldføri, fíggjarogn og skuld landsins, gera búskaparfrágreiðingar og geva ráðgeving. Landsbanki Føroya skal virka sum fíggjarligt váðaráð, sum skal hava yvirskipað eftirlit við fíggjarligu váðunum í føroyska búskapinum. Landsbankin gavst 1. april í 2013. Lógin um Heilsutrygd verður nú herd, so tað gerst torførari at fáa pengar til slíkt, sum ikki er at meta sum veruligur heilivágur. Tí er neyðugt at tillaga veitingarnar. Tað verður gjørt í samsvari við tilmæli frá Tilskotsnevndini, Heilsutrygd og Apoteksverkinum. Talan er um at strika stuðulin til nógv kostískoyti og nógvar merkivørur, sum kunnu keypast á Apotekunum uttan resept, og sum ikki eru heilivágur. Sparingin er mett at verða 1,4 milliónir krónur um árið. Í fjør fingu 3.972 fólk pengar frá Heilsutrygd til merkjavørur. Lógarbroytingin sigur, at eftir nýggjár skulu fólk søkja Tilskotsnevndina um stuðul til kostískoyti, merkivørur og føðslubót. Jørgen Niclasen hevur avgjørt at søkja Procesbevillingsnævnet um loyvi at royna tollmálið í Hægstarætti. Tað var í gjár, at Eystari landsrættur kunngjørdi dómin, ið fríkendi kringvarpsfólkini Dia Midjord, kringvarpsstjóra, Liljuna Weihe, tíðindaleiðara, og Jan Lamhauge, journalist, og fyrrverandi tíðindaleiðaran á Portalinum, Svein Tróndarson, fyri allar ákærur um ærumeiðing móti Jørgeni Niclasen í tíðindaflutninginum um tollmálið. Journalistarnir høvdu kært dómin í Føroya rætti, har tey vórðu funnin sek í ákærunum. Hoyr Christian Andreasen, advokatin hjá Jørgeni Niclasen, greiða frá, hví teir halda, málið eigur at verða roynt í Hægstarætti. Skuldsetingarnar móti 20 ára gamla manninum, sum situr í varðhaldi fyri at hava roynt at hava neyðtikið eina kvinnu við Sjónleikarhúsið í Havn, vaksa í vavi og tali. Tá kvinnan síðst í oktober hoyrdi, at ungi maðurin varð varðhaldsfongslaður fyri neyðtøkuroynd, meldaði hon mannin fyri at hava neyðtikið seg síðst í 2014. Kvinnan, sum er pensiónistur og býr einsamøll, hevur greitt politinum frá, at maðurin á náttartíð kom inn til sín og framdi brotsverkið. Hon segði, at hon ikki hevði meldað hann tá, tí hon tók synd í honum og helt, at honum tørvaði viðgerð. Men tá kvinnan hevði frætt, at hann aftur var skuldsettur fyri kynsliga brotsgerð, hevði hon tikið avgerð um at melda hann fyri neyðtøku. Maðurin noktar seg sekan í neyðtøku og sigur, at talan var um vanliga samlegu, sum konan hevði givið samtykki til, Aðrar skuldsetingar eru eisini reistar móti manninum nú. Politiið hevur leitað gjøgnum mál í skjalagoymsluni, sum ikki eru loyst, og har hava tey funnið tvey meld, har lýsingin av manninum líkist tí varðhaldsfongslaða. Eitt mál er frá mars í ár, har ein kvinna var á veg til hús eftir ein býtúr og verður álopin av einum manni, ið ætlar at gera seg inn á seg. Hon sleppur til rýmingar, tí hon sproytar hárlakk á mannin. Eitt annað mál er frá juli, har ein kvinna somuleiðis er á veg til hús á náttartíð, tá ein maður brádliga tekur í seg. Hon fær skrykt seg leysa og sleppur til rýmingar. Løgreglan hevur skuldsett mannin fyri hesi bæði málini eisini. Løgreglan kannar framvegis um onnur óloyst mál eru, sum maðurin skal skuldsetast fyri. Hann er dømdur fyrr fyri kynslig misbrot. Í februar í 2014 varð hann dømdur seks mánaðar fongsul harav fýra treytaðar fyri millum annað onnur kynslig misbrot enn samlegu. Formaðurin í Fiskimannafelagnum sigur, at støðan er ein onnur nú enn í summar, tá manningarfeløgini ætlaðu at leggja hald á nótaskipið. Fiskimálaráðið hevur til viðgerðar umsókn frá partafelagnum Ocean Group Faroes Ltd í Vági um at fáa veiðiloyvið hjá felagnum flutt aftur til nótaskipið Asbjørn Senior. Felagið hevur tilsøgn um veiðiloyvi í tvey ár, eftir at felagið seldi Asbjørn Senior av landinum í summar. Partafelagið í Vági hevur eisini søkt Vørn um fiskiloyvi til svartkjaft. Asbjørn Senior er nú á veg til Føroya. Manningarfeløgini ætlaðu í summar at taka arrest í Asbjørn Senior, tí sambært teimum skyldaði reiðaríið manningunum milliónir í hýru. Tá hald skuldi leggjast á skipið, var tað selt og farið av landinum. Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, sigur, at manningarfeløgini fara í dag at tosa um, hvat tey gera, nú Asbjørn Senior er á veg til Føroya. Men, sigur hann, støðan er ein onnur nú enn hon var í summar, tí menn hava fingið 95 prosent av tí, teir áttu til góðar hjá reiðaríinum í Vági. Nú eru bara nakrar túsund krónur eftir, sigur formaðurin í Fiskimannafelagnum. Asbjørn Senior varð skrásettur í Føroyum fyrstu ferð tann 22. juli í fjør. Í fyrsta umfari fekk skipið føroyskt flutningsloyvi. Skipið varð selt fleiri ferðir aftur og fram úr Vági til ymisk feløg í Thor samtakinum í Hósvík, sum høvdu makrelkvotur. 15.juni í ár varð skipið selt North Atlantic Group Ltd í Belis, sum hevur tilknýti til Ocean Group Faroes Ltd í Vági, fyri 67 milliónir krónur, júst tað sama, sum tað varð keypt fyri úr Hirtshals í 2014. Eitt skifti fiskaði Asbjørn Senior við Móritania, vestan fyri Norðurafrika. Hann gavst við tí 1. august og fór til Hirtshals at liggja. 29. oktober er Asbjørn Senior aftur undir føroyskum flaggi, keyptur úr Belis fyri, ja, 67 milliónir krónur Keyparin er partafelagið Ocean Group Faroes Ltd í Vági. Vit tosa um ein væl útgjørdan, harðrendan altjóða felagskap, sum nú er virkin í gøtunum í Evropa, sigur Rob Wainwright, stjóri í Europol. Rob Wainwright, stjóri í Europol, var í dag við í eini hoyring í evropaparlamentinum um yvirgang. Hóttanin um yvirgang er størri nú, sigur hann Tí kunnu vit ikki annað enn at vera á varðhaldi. Yvirgangshóttanin ímóti Evropa hevur ikki verið størri seinastu 10 árini, sigur Rob Wainwright. Tað var greið boð um, at Islamskur Statur ætlar sær at flyta sína ógvusligu framferð til Europa og restina av heiminum, sigur hann. Síðani atsóknina í Mumbai í 2008, hava heimsins trygdartænastur borið ótta fyri, at tað sama fór at henda í Evropa, og tað er nú hent, sigur stjórin í Europol. Tað sigur Gudny Vang, ið starvast hjá Marine Harvest, við blaðið, kyst.no. Hon vísir á, at umstøðurnar hjá alda laksinum eru batnaðar mnunandi seinasta árið, tí hitin hevur verið tann rætti. Kyst no. skrivar, at Marine Harvest nú fer at leggja seg eftir at ala smoltið longri á landi, so laksurin verður seks mánaðir styttri á sjónum, áðrenn hann verður tikin. Gudny Vang sigur við miðilin, at Marine Harvest ikki hevur ætlanir um at nýta kemisk evni til at fáa tamarhald á lúsini, ikki í stóran mun í øllum førum. Ístaðin hevur felagið sett sær fyri at rognkelsi skulku vera í øllum aliringunum á nýggjárinum. Marine Harvest hevur innflutt rognkelsi úr íslandi, og tey fyrstu vórðu sett út í februar. Síðani hevur felagið støðugt økt um rognkelsini í ringunum, og málið er, at rognkelsi skulu vera í øllum aliringunum hjá Marine Harvest Føroyar á nýggjárinum. Arktitekturin Ósbjørn Jacobsen hevur í tvey ár havt eina teknistovu í Syðrugøtu, sum hevur eitt tætt samstarv við stóru altjóða fyritøkuna Henning Larsen Arkitekter. Henning Larsen hevur deildir í Hong Kong, Saudia Arabia, M nchen og Oslo og nú eisini eitt tætt samstarv við føroysku fyritøkuna. Hetta er tað mest skandinaviska, sum Henning Larsen selur seg upp á kring knøttin. Vit eru í Norðuratlantshavinum, vit eru enn tá úti á bygd og ikki í høvuðsstaðnum. Tað vekir áhuga, tá vit siga ta søguna. Fólk spyrja okkum, hví Føroyar Tað er nakað eksotiskt yvir tí. Tað mest upplagda vildi verið at farið til New York, men tað gera øll. Tað er eingin, sum fer út á bygd í Føroyum og selur tað sum tað mest skandinaviska, sum er høgt í metum kring knøttin, greiddi Ósbjørn Jacobsen frá, tá morgunsendingin var á gátt hjá honum í morgun. Annika Hoydal kann í dag hátíðarhalda sín 70 ára føðingardag, og samstundis kann hon líta aftur á 50 ár sum virkin sangari og sangskrivari í føroyskum tónleiki. Í hesum sambandi gevur Annika út eina nýggja plátu og fløgu við heitinum, ið avspeglar hennara lívsleið. Tólv føroyskir sangir eru á útgávuni, sum Kaj Johannesen saman við Jón McBirnie, hevur framleitt. Annika Hoydal eigur sjálv øll løgini, meðan Gunnar Hoydal hevur skrivað allar tekstirnar uttan tann eina, ið Pápi Anniku, Karsten Hoydal, hevur skrivað. Advokaturin hjá Jørgeni Niclasen, fyrrverandi landsstýrismanni, hevur boðað frá, at hann fer at biðja Hægstarætt um loyvi at royna málið har. Tað sigur Jógvan Páll Lassen, advokatur, sum viðurkennir, at tað kann vera ein trupulleiki fyri rættartrygdina, at Føroya rættur og Landsrætturin døma so ymiskt. Annika Hoydal er kanska best kend sum ein stórorðað og frek sangarinna, sum ímyndaði kvinnufrígeringina í sjeytiárunum., tá hon sang í Harkaliðnum. Men sum sangarinna og sangskrivari hevur hon verið ein slóðari, sigur Kári Jacobsen, ummælari, í sambandi við, at Annika Hoydal fyllir sjeyti ár Í gjárkvøldið fór at kava, og kavi er lagstur um alt landið. Hetta er fyrstu ferð í heyst av kavi av álvara er lagstur, hóast tað onkuntíð hevur verið hált á vegunum. Í Suðuroy koyra bussarnir hjá Bygdaleiðum ikki fyribils, tí har er so nógvur kavi komin niður, og sýnið er ringt, og eingin skúlagongd er í skúlunum á Tvøroyri og í Trongisvági í dag. Landsverk boðar frá, at koyrandi er aftur á Famjinsvegnum, men koyrilíkindini eru ikki góð. Á Gjáarvegnum eru koyrilíkindini sera ring í løtuni, har er nógvur vindur, í hvirlunum upp í meir enn 26 metrar um sekundið. Annars verður boðað frá hálku, ella at roknast kann við hálku um alt landið, og landsverk heitir á fólk um at vísa varsemi í ferðsluni. Barnafrádrátturin verður tann sami, 8.000 krónur Inntøkurnar hjá høvuðsstaðarkommununi eru mettar at verða 848 milliónir krónur næsta ár, knappliga fimm prosent meira enn í ár. Raksturin fer at kosta 20 milliónir krónur meira enn í ár. Útreiðslurnar eru mettar av vaksa minni enn inntøkurnar. Tær verða 677 milliónir krónur, hálvt triðja prosent meira enn í ár. 330,5 milliónir krónur eru settar av til íløgur. Flogvøllur á Glyvursnesi er ikki gloymdur. Í tíðindaskrivi frá teimum 11 býráðslimunum, sum samtyktu fíggjarætlanina, stendur, at komandi virksemið á Glyvursnesi, har sum grót skal takast til havnarútbyggingina, fer at geva nógv arbeiði. Samstundis leggur arbeiðið lunnar undir vegargerð, møguligar útstykkingar og framtíðar flogvøll. 200 milliónir krónur eru settar av til havnarútbyggingina næsta ár. Jákup Dam í Tjóðveldi atkvøddi fyri fíggjarætlanini, hinir bæði í Tjóðveldi atkvøddu ikki. Turið Sigurðardóttir ummælti nýggju yrkingasøvnini hjá Aleksanduri Kristiansen og Tóroddi Poulsen, Kristian Blak hugleiddi um 40 ár við Havnar Jazzfelag, Birgir Kruse greiddi frá vaksandi føroyskari filmsvinnu, og vit vóru á gátt hjá Anniku Hoydal í Hoydølum. Perlan gjørdist ímyndin av jazzumhvørvinum, men í veruleikanum var Perluævintýrið ógvuliga stutt. Jazzurin livir framvegis sítt fríska lív, og um vikuskiftið verður jubileums jazztiltak. Bólkurin Fagrir Fuglar verður mannaður til konsertina. Vit hava hitt Kristian Blak til eitt longri prát um jazzsøguna í Føroyum. Betri eftirlit skal vera við fólki sum koma til ES londini. Samstundis skulu londini leggja størri dent á at upplýsa hvørt annað, um ivamál stinga seg upp. Ráðharrarnir skulu taka avgerð um at økja trygdina tá fólk koma inn í Schengen økið, eisini tá talan er um borgarar í ES londunum. Tað vil siga at frælsi rætturin til at ferðast í Schengen økinum verður skerdur. Tað hevur við sær, at borgarar í ES londunum skulu vísa pass, tá tey ferðast í Schengen økinum, og er nakar ivi, so skulu tey eisini kunna kannast ígjøgnum teldu. Europeiska løgreglan, Europol, skal eisini senda fólk til økini, har neyðugt er við serliga strongum eftirliti, tað er har sum flest flóttafólk og tilflytarar koma til samveldið. Ætlanin er at skráseta øll sum ferðast við flogfari til ella út ES, og fólk sum ferðast í samveldinum. Lívið var frítt og frælst, men tá samanum kom, so sviku øll. Sunnudagsskúlalærarin, lærarin í skúlanum, pápin og akkerið í lívinum hjá Williami omman, sum varð sjúk og flutt til Danmarkar. Spurningarnir snúgva seg um eitt par, ið líður undir slatri, eina ommu við ringari samvitsku, hvørt børn kunnu vera einsamøll inni um náttina, og um hvat ein rættur maður er fyri ein. Drongurin í grønum gummistivlum er tann fyrsta í eini røð av upplýsandi bókum til børn, sum Bókadeildin gevur út. Elsubeth Fossádal letur sjálv tvær slíkar úr hondum seinni. Tveir av tungu dreigjunum í føroyskari yrkingalist, Aleksandur Kristiansen og Tóroddur Poulsen, vórðu til viðgerðar í Mentanarkaf ini. Báðir eru aktuellir við nýggjum søvnum. Aleksander hevur givið út savn við heitinum Flotoyggjar. Árliga savnið hjá Tóroddi Poulsen nevnist Glopramjólk. Turið Sigurðardóttir, professari í bókmentum, ummælir søvnini. Hesa ferð er Stefania Patursson í vangamyndini. Henni dámar sera væl at finna ymiskt vakurt í fjøruni. Og onkuntíð er Stefania í fjøruni saman við ommuni, og tær hava funnið nógvar skeljar og alt møguligt. Stefania fer at gleða ommu sína, og hesa ferð samla hon og Felisia ymiskt vakurt at geva ommuni. Omman, Annleyg Patursson, veit av ongum, at hon fær gávu frá Stefaniu, sum Kolbrún hevur gjørt so sera vakra. Vísindamenninir Ásbjørn og Petur fara hesa ferð at sløkkja eld og gera turran ís, sum verður til mjørka. Og tá mugu teir í handskar, tí tað er so bítandi kalt. Teir brúka eisini sápu og ein tráð. Vandamikið og vakurt. Spælivertirnir Sanna og Sølvi fara at spæla vatn kort kríggj. Spælivinurin, sum torir at bjóða av og ikki er bangin fyri at gerast vátur, er Magnus í Niðristovu Olsen. Vertinna Felisia Jógvansdóttir Helmsdal. Elin Dagbjartsdóttir Neshamar, Bjørg Mohr Anderssen og Páll Danielsen, leggja til rættis. Stjórin í Norðurlandahúsinum hevur sum høvuðsuppgávu at miðla norðurlendska mentan í Føroyum, og at fáa føroyska mentan og list út um Føroyar. Tað er eitt val, sum eitt listafólk tekur, um tú ert listafólk í Føroyum fyri føroyingar, ella um tú leitar tær avbjóðingar aðrastaðni. Eg eri tó sannførd um, at tað er neyðugt hjá listafólkum at samskifta og hava samband við nakað, sum er størri enn tað, vit hava her. Tað gevur íblástur og hugskot til at arbeiða víðari og menna tað, tú gert, segði Sif Gunnarsdóttir millum annað, tá morgunsendingin vitjaði hana í morgun. Svenska fregnartænastan vil vera við, at maðurin er limur í Íslamskum Stati, og at hann herfyri kom til Europa fyri at fremja yvirgang. Maðurin skal avhoyrast í dag, sigur ein talsmaður fyri svensku fregnartænastuna. Svenska løgreglan vildi ikki siga stórvegis um málið í gjárkvøldið. Aftonbladet tosaði við fólk í býnum, Bolidan, í landnyðringspartinum av Svøríki, har maðurin varð tikin, sum søgdu, at 11 løgreglubilar vóru við í átakinum, og at løgreglufólkini vóru í skottryggum vestum. Danska loyniløgreglan, PET, váttaði fyri donskum miðlum í gjár, og hon saman við svensku løgregluni, leitaði eftir einum manni sum var undir illgruna fyri yvirgang. Trætan endaði við einari fráfaringaravtalu, sum sendir Jan Danielsen til hús við løn í 15 mánaðir. Sambært Sirið Stenberg verður í næstum lýst eftir nýggjum stjóra til Heilsutrygd. Landsstýriskvinnan upplýsir, at tað verður Heilsutrygd sjálv sum skal finna pengarnar til ta fráfaringaravtalu, ið er gjørd við Jan Danielsen. Dómurin í Landsrættinum í tollmálinum er dropin, sum hevur fingið bikarið at flóta yvir. Men floksleiðslan hevur einki at skula hava sagt. Tey kunnu hvørki koma við uppskotum um formann og ei heldur atkvøða um formanssessin, tí ta avgerðina eigur tingmanningin, sum telur fimm tinglimir, eina og aleina. Fólkini, sum gera stóra arbeiðið, tá eitt nú ein fløga skal gevast út, fólk sum ikki gera nógv burturúr sær sjálvum, að er teimum fólkunum, Annika Hoydal vil siga eina hjartans tøkk, og tað fekk hon so eisini nevnt í prátinum í morgun. Í sendingini hoyra vit verk eftir Atla K. Petersen, Kristian Blak, Bára Bæk, Edvard Nyholm Debess og Paula í Sandagerði og tað er Reykjavíkar blásikvintett, sum framførir. Lagt til rættis Ólavur Olsen. Millum føroyingar er Facebook framvegis nógv mest brúkti sosiali miðilin. Men Instagram er tann skjótast vaksandi sosiali miðilin í løtuni. Zo hevur 65.000 fylgjarar áInstragram. Í Góðan morgun Føroyar greiddi hon frá, hvat Instagram er og hvussu hon brúkar tað. Og so gav hon eisini góð ráð til tey, sum eru á ella ætla á Instagram. Drátturin verður týsdagin 29. des. 2015, og vinnaraseðilin kunngjørdur í Gekkasendingini sama kvøld og á heimasíðu kringvarpsins kvf.fo Amnesty samtykti í summar at arbeiða víðari við tilmælinum at gera tað lógligt at keypa og selja kynsligar tænastur, og tað undrar Kvinnufelagið í Havn. Tað halda ungu gourmet kokkarnir, Ben Morgan úr London og Vadim Otto Ursus úr Týsklandi, sum í løtuni starvast sum kokkar á Koks á Hotel Føroyum. Barnabati tekur nú við øllum virkseminum hjá felagsskapinum Í menniskjum góður tokki, sum Annlis Bjarkhamar fór undir fyri fimm árum síðani. Barnabata byggir á somu grundvirði sum Í menniskjum góður tokki, og tí var tað ikki torført at taka við virkseminum hjá felagsskapinum, sigur Djóni Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabata. Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, sum er farin undir eina menningarætlan fyri sjúkrahúsverkið. Ætlanin skal vera liðug 1. apríl næsta ár. Panelið prátar um rasismu og stigmatisering av muslimum. Panelið er sum áður nevnt mannað av Barbaru Mariu Lamhauge, Jóhonnu Norðberg Niclasen og Bjarta Sigmundarsyni. Síðani koma Bjarni Kárason Petersen, formaður í Framsøkin Ung, og Tráin Nónklett, formaður í Unga Tjóðveldinum at práta um terrorismu. Ann Chanett Danielsen og Søren Haugaard Pedersen, ið saman kalla seg Mahanna, hava útgivið sítt fyrsta videolag Hjarta Mítt Lær , har dentur verður lagdur á ymiskleika og kærleika. Mahanna er ein lutfalsliga nýggjur bólkur á føroyska tónleikapallinum, og er tað serliga elektropopp, ið tey spæla. Hjarta Mítt Lær er næsta lagið, ið bólkurin hevur givið út. Fyrsta lagið kallast Here We Come , og kanst tú lurta eftir tí her. Samstundis finst ST hvassliga at felagsskapinum. Londini í Trygdarráðnum hjá ST heita á øll onnur lond, sum kunnu, um at stuðla bardaganum móti Islamskum Stati, og at økja um fyribyrgjandi arbeiðið, sum skal steðga møguligum nýggjum álopum frá IS. Í samtyktini stendur millum annað, at IS er ein altjóða hóttan av slíkum slagi, sum vit ikki hava sæð áður . Tað er Frakland, sum hevur tikið stig til samtyktina, sum kemur í kjalarvørrinum av yvirgangsálopunum í París fríggjakvøldið 13. november. Í samtyktini stendur eisini, at mælt verður øllum limalondunum til at brúka tvífalt so nógva orku í fyribyrgjandi arbeiðinum at steðga yvirgangsatsóknunm, ið bólkar sum IS og Al Qaeda kunnu hugsast at gera. Sambært tíðindastovuni AFP vil franski uttanríkisráðharrin, Laurent Fabius, vera við, at nýggja samtyktin staðfestir, at viljin í Trygdarráðnum hjá ST at taka dystin upp við IS, er munandi størri, enn hann hevur verið. Longu áðrenn álopinini í franska høvuðsstaðnum fyri átta døgum síðani, hevði Frakland avgjørt at senda hangarskipið, ella flogberan, Charles de Gaulle til Miðjarahavið, sum eitt tiltak í stríðnum móti IS og síðani álopini í París hevur Frakland svarað aftur við fleiri loftálopum. Jørgen Niclasen er viknaður sum formaður eftir valósigurin, tá flokkurin eisini misti einasta atkvøðuslúk í Miðstaðarøkinum, Anniku Olsen. Og ósigurin hjá honum í landsrættinum í vikuni er steinur oman á byrðu í so máta. Floksleiðslan er í løtuni sett saman av tingbólkinum og formonnunum fyri limafeløgini. Harumframt hevur hvørt limafelag eitt umboðsfólk aftrat í floksleiðsluni. Hóast partar av floksleiðsluni siga við útvarpið, at tey fegin høvdu sæð eitt formansskifti, so hevur floksleiðslan ikki vald at gera av hvør situr í formanssessinum ella at skjóta mótvalevni upp. Tað er ein avgerð, sum eina og aleina verður tikin av tingmanningini, sum í løtuni telur fimm fólk Jørgen Niclasen, formann, Jacob Vestergaard, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, Jógvan á Lakjuni og Jákup Mikkelsen. Tingmanningin stendur saman um Jørgen Niclasen, segði Jacob Vestergaard í gjár, og tá kravið í floksreglunum hartil er, at formaðurin skal vera úr tingmanningini, so er semja um, at Jørgen Niclasen heldur fram sum formaður í Fólkaflokkinum. Nógv órógv og ónøgd hevur verið í baklandinum í seinastuni, tí fólk í flokkinum fílast á, at trúvirðið hjá formanninum er skalað eftir dómin í landsrættinum, har Jørgen Niclasen ikki fekk viðhald í, at tað er ærumeiðandi at siga, at hann í síni tíð sum stjóri í P F N. Niclasen hevur snýtt í tolli, brotið tollógina, turkað rokningina av upp í Skipafelagið og økt munandi um vandan fyri fíggjarligum missi fyri landskassan av tí sama. Samstundis hava somu atfinnandi røddir ásannað, at einki alternativ er í verandi tingmanning til Jørgen Niclasen sum formann í flokkinum. Og royndirnar at fáa Anniku Olsen upp í aftur tingmanningina hava ikki eydnast higartil í øllum førum. Í løtuni er floksleiðslan og limir í Fólkaflokkinum á landsfundi, har Jørgen Niclasen, formaður leggur sína ársfrágreiðing fram. Síðani fáa tingfólkini orðið, og so verður orðið frítt. Dyrnar eru læstar fyri fjølmiðlunum og almenninginum annars. Belgiski høvuðsstaðurin er í undantaksstøðu. Myndugleikarnir heitt á fólk um at halda seg innandura í dag, tí tey meta tað vera ógvuliga sannlíkt, at eitt líknandi álop, sum skakaði París farna fríggjadag, kann raka belgiska høvuðsstaðin. Stjórnarleiðarin í Belgia, Charles Michel, segði fyrrapartin, at landsins trygdartilbúgvning er upp á tað hægsta, tí hóttanirnar um yvirgang eru so ítøkiligar. Hetta gera vit, tí vit hava heilt neyvar upplýsingar um, at stórur vandi er fyri einum líknandi álopi sum í París. Talan er um hóttanir móti fleiri støðum í býnum, sum fleiri fólk skulu fremja. Tí seta vit stóru trygdartiltøknini í verk, sigur stjórnarleiðarin. Verið árvakin og varin, men farið ikki í panikk eru boð hansara til teir eina millión íbúgvarnar, sum búgva í Bruxelles. Elsa Maria Højgaard Hansen býr í Bruxelles. Tá hon vaknaði í morgun, hoyrdi hon tíðindini um, at hon og familjan, sum hon hevur á vitjan, skulu halda seg innandura. Jens Meinhard Rasmussen er stjóri í Skansi Offshore. Hann sigur við Dimmalætting, at tey av álvara merkja kreppuna í vinnuni, men at tey fara at klára skerini. Inntøkurnar hjá okkum eru als ikki sum ætlað, langt burturfrá, men tíbetur hava vit nakrar langtíðar sáttmálar, sum er ryggurin í fyritøkuni í dag, sigur hann við Dimmalætting. Eitt amboð, sum Skansi Offshore brúkar fyri at hóra undan, er at koyra fólkini niður í løn. Tað kunnu tey, tí at manningin hevur ligið yvir minimumssáttmálanum. Vit hava verið noyddir at skera í hýrunum, og vit vera helst noyddir at fremja fleiri sparingar frameftir, sum útlitini eru nú, sigur Jens Meinhard Rasmussen við blaðið. Hann sigur, at hetta er ein álvarsom støða og at hon verður uppaftur meira álvarssom. Hjá Thor eru tey av somu sannføring. 2016 verður eitt ringt ár, men 2017 verður helst uppaftur verri, sigur Alfred Joensen frá Thor Offshore. Eisini har repa tey seglini. Fýra av okkara gomlu skipum liggja í løtuni, og vit ætla okkum eisini at selja burtur av teimum gomlu skipunum í flotanum, sigur hann við Dimmalætting. Í Thor hava tey ikki rørt hýrurnar enn, men samanborið við Skansi Offshore, brúka tey eisini útlendska manning umborð, sum krevur lægri hýru. Eisini er eitt umfatandi gerðarrættarmál millum byggiharra og arbeiðstakara áveg. Og tapir Landsverk tað málið, so verður neyðugt at fara í løgtingið eftir fleiri pengum til føroya størstu byggiverkætlan. Landsverk og TG Verk hava gjørt semju, sum skal tryggja, at arbeiðið í Marknagili ikki steðgar fullkomiliga upp. Partur av avtaluni millum Landsverk og TG Verk er, at øll krøv, sum partarnir hava móti hvørjum øðrum, verða løgd fyri ein gerðarrætt at taka støðu til. Sambært avtaluni rindar Landsverk 15 milliónir krónur til TG Verk beinanvegin. Eitt fyribils útlegg, sum Landsverk fer at krevja aftur í einum komandi gerðarrættarmáli. Tað bleiv, sum Høgni Lauritsen, stjóri í TG Verk, longu tíðliga í heyst roknaði við marknagilsdepilin verður ikki innilokaður fyrr enn á sumri næsta ár. TG Verk hevði lægsta tilboð uppá meginpartin av arbeiðnum í Marknagili. Fyritøkan ger jørð, kloakk, betong og stálarbeiði, men fyritøkan hevði eisini lægsta tilboð uppá innrætting og múraraarbeiði. Hesir báðir sáttmálarnir innrætning og múraraarbeiði eru tó ongantíð undirskrivaðir, og sera ivasamt er, um teir nakrantíð vera undirskrivaðir Tí TG Verk hevur frásagt sær tann framíhjárætt at gera bygningin lidnan. Sambært semjuni millum Landsverk og TG Verk verður beinanvegin farið undir at fyrireika eitt gerðarrættarmál. Øll krøv skulu vera latin gerðarættinum skjótast gjørligt og í seinasta lagi tvær vikur eftir at TG Verk hevur avhendað sítt arbeiði. Í samband við ársdagin fyri altjóða barnarættindasáttmálan hjá ST, hevur Barnabati lagt nýtt videolag og nýggjan sang, við heitinium Øll børn hava rætt, út á heimasíðuna. Eyðun, Terji og Kim syngja saman við barnakórinum Dropar. Bókhandlarafelag Føroya skrivaði í oktober 2014 út eina kapping um at skriva eina samtíðarskaldsøgu. Umframt at skaldsøgan skuldi vera úr samtíðini og skuldi vera til vaksin. Ein dómsnevnd var sett at lesa og viðgera skaldsøguhandritini. Í henni vóru Bergur Djurhuus Hansen, Bergljót av Skarði, Eilen Anthoniussen, Pætur Marjunason Dahl og Marna Jacobsen. Grundgevingin fyri valinum var, at skaldsøgan flytur seg hegnisliga millum samtíð og fortíð i lýsingum av hendingum og persónum í Havn og á bygd í 20. øld og á okkara døgum. Sjónarhornið er í tveimum. Lesarin fylgir bæði gomlu, afasi sjúku Veru, sum liggur á røktarheimi og einki fær sagt, hóast hon er full í orðum og hevur nógv upp á hjarta, og unga Leoni, sum stríðist við seg sjálvan og sína fortíð og hevur Veru at spyrja til ráðs og líta á. Persónslýsingarnar eru sterkar, og myndamálið er neyvt og beinrakið. Samtíð og fortíð, trupulleikar og spurningar hjá fleiri ættarliðum, renna saman í eina heilskapaða og hugfangandi søgu um svik, tøgn, longsil og kærleika. Bókhandlarafelag Føroya skrivaði í oktober 2014 út eina kapping um at skriva eina samtíðarskaldsøgu. Umframt at skaldsøgan skuldi vera úr samtíðini og skuldi vera til vaksin. Ein dómsnevnd var sett at lesa og viðgera skaldsøguhandritini. Í henni vóru Bergur Djurhuus Hansen, Bergljót av Skarði, Eilen Anthoniussen, Pætur Marjunason Dahl og Marna Jacobsen. Grundgevingin fyri valinum var, at skaldsøgan flytur seg hegnisliga millum samtíð og fortíð i lýsingum av hendingum og persónum í Havn og á bygd í 20. øld og á okkara døgum. Sjónarhornið er í tveimum. Lesarin fylgir bæði gomlu, afasi sjúku Veru, sum liggur á røktarheimi og einki fær sagt, hóast hon er full í orðum og hevur nógv upp á hjarta, og unga Leoni, sum stríðist við seg sjálvan og sína fortíð og hevur Veru at spyrja til ráðs og líta á. Persónslýsingarnar eru sterkar, og myndamálið er neyvt og beinrakið. Samtíð og fortíð, trupulleikar og spurningar hjá fleiri ættarliðum, renna saman í eina heilskapaða og hugfangandi søgu um svik, tøgn, longsil og kærleika. Anonymous siga, at tey hava hackað seg inn á fleiri kontur á Facebook og á Twitter sum hava tilknýti til limir í Islamskum Stati ella sum hava tilknýti til fólk í tí umhvørvinum. Hackarabólkurin sigur, at eftir tí sum tey hava funnið, eru fleiri álop í umbúnað og alt bendir á, at fleiri av hesum skulu útinnast 22. november, altso í dag. Málini fyri yvirgangsatsóknunum eru millum annað París, Milano og Atlanta. Bólkurin sigur, at fleiri tiltøk í parís eru á listanum. Millum annað eitt átøk fyri kvinnurættindum. Eisini eitt wrestling show í Atlanta og ein konsert í Milano. Málið er, at allur heimurin ella í øllum førum tey fólkini sum fara til hesi tiltøkini eru vitandi um, at hóttanir eru ímóti teimum og at har kann koma eitt álop. Eitt annað mál er at Daesh sum er eitt annað heiti fyri Islamskan Stat skal vita, at heimurin kennir teirra ætlanir og arbeiðir ímóti teimum, skrivar bólkurin í eini fráboðan. Kommunurnar vilja hava fult endurgjald fyri skattalættan hjá landsstýrinum. Og tað skal ikki vera við tøkugjaldi og MVG afturbering, men krónu fyri krónu. Í brævinum sigur Kommunufelagið, at eitt samt stýri í felagnum kann ikki góðtaka ætlanirnar hjá landsstýrinum, so sum tær fyriliggja í løtuni. Kommunufelagið sigur, at inntøkurnar hjá kommununum við uppskotinum hjá landsstýrinum um at hækka botnfrádráttin hjá kommununum úr 30.000 upp í 45.000krónurfer at kosta kommununum 111 milliónirkrónurtilsamans. Kommunufelagið sigur, at tey hava verið á fundi við Fíggjarmálaráðið, og har hevur verið semja um, at skattabroytingin ikki skuldi kosta kommununum nakað, men at kommunurnar skuldu fáa aðrar inntøkur ístaðin. Tær vísa eisini á, at tær hava lagt seinastu hond á fíggjarætlanirnar fyri næsta ár, og tí ber ikki til at áleggja teimum nýggjar útreiðslur. Men hetta er ikki nóg gott, tí MVG afturberingin rakar kommunurnar sera ymiskt, og serliga kommunur, sum eru illa fyri frammanundan, fara at missa inntøkur av hesum leistinum. Samanumtikið fara kommunurnar sannlíkt at missa 10 tals milliónir í samband við skattalættan, sum landið letur, samstundis sum kommunurnar longu hava latið skattalættar fyri aðrar 10tals milliónir í kommunuskattinum. Tvær tær størstu kommunurnar hava til dømis samtykt at lata útvið 30 milliónir krónur í skattalætta, sigur kommunufelagið í brævinum til Fíggjarmálaráðið. Vit hoyra um Vitello og bókin hesuferð er nýggj og eitur Vitello fær eina ólekkra gentu. Vitello spælir ikki við gentur og hendan her, sum er flutt inn í nummar 27 og eitur Kamma, er púra vist ein genta. Ein genta, sum sigur, at hon eigur ein klikkaðan hamstara. Og Vitello hevur aldri nakrantíð sæð ein klikkaðan hamstara. Tað er Kim Fupz, sum skrivar um Vitello, Sjúrður Gullbein týðir til føroyskt og Jensina Olsen lesur. Dánjal Tavsen ger ljóðmyndina. Vit hoyra um Vitello og hendan nýggja Vitello bókin eitur Vitello ynskir sær ein hund. Vitello fær nógv hugskot, summi eru góð, summi eru minni góð. Hugskotið um, at hann skal hava ein hund er helst eitt av hansara bestu hugskotum. Men tað heldur mamman tíverri ikki. Hon vil yvirhøvur ikki hoyra talan um nakran hund. Men um tú ikki kanst fáa ein hund, so kanst tú bara vera ein sjálvur. Kim Fupz skrivaði. Sjúrður Gullbein týddi til føroyskt. Jensina Olsen lesur. Dánjal Tavsen gjørdi ljóðmyndina. Norðoya Sambandsfelag biður í dag í almennum skrivi býráðið í Klaksvík um at lova borgarstjóranum, Jógvan Skorheim, sleppa á ting. Felagið metir, at høvuðsstaðurin við borgarstjóranum í Havn hevur hevur fingið ov stórt vald í løgtinginum. Og tað sum nú hevur fingið bikarið at flóta yvir, er at ein stórur partur av tøkugjaldinum, sum verður lagt á alivinnuna, endar í Havn. Tí hevur Norðoya Sambandsfelag í dag sent øllum býráðslimum í Klaksvík um at lova borgarstjóranum, sum er úr Nýggjum Sjálvstýri, í løgtingið. Gunnva Jacobsen og Magnus Dal Christiansen úr Havnar Badmintonfelag, Sólfríð Hjørleifsdóttur úr VÍF og Rani í Bø úr KBF. Tey luttóku í kappingina fyri U17 19 leikarar i A bólkinum Gunnva Jacobsen vann gull í einmansleiki. Gunnvá Jacobsen og Sólfríð Hjørleiftdóttir vunnu silvur í tvímansleiki hjá kvinnum Landsliðsvenjarin Aritra Nandy var við í Farum, og hann sigur, at hann er vælnøgdur við úrslitini hjá føroysku leikarunum. Nýggj føroysk met Jórun Mørkøre 56,0 kg. 70,0 kilo í bonkpressi Anna Andresen 82,5 kg. 275,0 kilo totalt Kristian Magnus Larsen 60,0 kg. 140,0 kilo í sqat Mads Hentze 65,0 kg. 195,0 kilo í squat Jan Erik Jensen 67,5 kg. 137,5 kilo í bonkpressi Jan Erik Jensen 67,5 kg. 237,5 kilo í deadlift Jan Erik Jensen 67,5 kg. 565,5 kilo totalt Símun Ingi Arge 82,5 kg. 240,0 kilo í sqat Rani Dahl Olsen 90,0 kg. 240,0 kilo í sqat Bjarni Hammer 110 kg. 200,0 kilo í bonkpressi Bjarni Nielsen 125 kg. 320 kilo í deadlift Einki er hent síðani síðsta sunnudag, vit hava bert verið tríggjar og fimml leikarar til venjing í Vági. Soleiðis sigur Gurið K. Mortensen sum framvegis kallar støðuna hjá VB eina kreppu. Men hon ásannar at støðan er hvat hon er, og at tær sjálvar bert mugu fáa sum best burturúr. Ivana Jakelja, sum sambært Gurið, ikki var nóg góð fyri VB, fer av landinum í morgin. Gurið K. Mortensen sigur at tær útlendsku leikararnir ikki funnu væl útav tí saman, og tað sást í dag, tá bert Danijela Mistric spældi at tað gekk væl hjá henni. Danijela Mistric virkaði glað í dag, og um hon heldur fram soleiðis, so sær tað gott út, sigur Gurið Mortensen at enda um kreppuna í VB. At tapa við trimum málum fyri Neistanum er góðkent sigur Gurið K. Mortensen. Og við hesum úrslitinum eigur tað at verða møguligt at vinna á ST F, sum er næsta mótstøðan hjá VB, heldur Gurið K. Mortensen. Tær kempa væl og eru eitt gott lið, so eg skilji ikki hvat tey meina við í VB. Soleiðis sigur Marjun F. Danberg úr Neistanum. Men tey mugu gera hvat teimum lystir, men eg veit ikki hvat tey tosa um. Neistin varðveitir oddastøðuna í Hvonn deildini. Men tey sum hildu at tunga støðan hjá VB fór at verða atvoldin til ein einfaldan sigur fyri Neistan, fóru skeivt. H71, VÍF og KÍF vunnu sínar dystir, og tískil er einki broytt í oddinum í bestu hondbóltsdeildini hjá monnum. Neistin vann tepurt á VB og Marjun F. Danberg skilir ikki at VB kallar sína støðu, eina kreppu. Gurið K. Mortensen fegnast um at VB bert tapti við trimum málum, men heldur framvegis at VB er í kreppu. Talvlandsliðið gjørdi bart í móti Danmark. Forsetin í talvasambandi føroya greinar føroysku talvstøðuna, og heldur ikki at tað er undarligt um vit fáa ein heimsmeistara innan næstu 10 15 árini. Hoyr sendingina við hondbóltsúrslitum, flogbóltsúrslitum, úrslitinum frá vetrarkappingini undir kerjum, støðan í kurvabóltslandskappingini og um heiðursmerkini hjá badmintonleikarunum til kapping í Danmark. Føroyar fingu í gjár eitt sera gott úrslit móti Danmark. Støðan gjørdist 2 2 tá allir leikirnir vóru telvaðir. Úrslitið var heilt óvæntað, tí við trimum stórmeistarum var Danmark stórfavorittur at vinna. Helgi Dam Ziska vann á 1. borði á stórmeistaranum Sune Berg Hansen, sum er sjeyfaldur danmarkarmeistari. Rógvi Egilstoft Nielsen vann eisini sítt talv á 4. borði. John Rødg rd og Høgni Egilstoft Nielsen Vit eru ikki langt frá einum normi, men fyri at náa hægri tindum, so verða vit noydd at fáa kappingar til føroyar og seta ein venjara. Støðan er ikki best hóskandi í løtuni, men nógv ung talent eru á veg fram. Soleiðis sigur forsetin í Talvsambandi Føroya, Finnbjørn Vang. Eingin trúði uppá ein norskan heimsmeistara fyri 20 árum síðani, tá Russland var einaráðandi í talvi. So hví kunnu vit ikki fáa ein føroyskan heimsmeistara um 10 15 ár. Soleiðis sigur Finnbjørn Vang at enda beinleiðis úr Íslandi. Mong eru foreldrini, ið hvønn dag ilskast inn á, at synirnir brúka ov nógva tíð frammanfyri telduskíggjan, har teir spæla telduspøl. Men neyvan foreldrini hjá Johan Sundstein, Vivian og Eivind. Johan Sundstein hevur júst vunnið 1,5 milliónir krónur í telduspælinum Dota2, ið er eitt ókeypis spæal á netinum. Hetta hendi, tá telduspæl liðið hjá Johan Sundstein, OG , vann altjóða kapping í Dota2 í Frankfurt. Fyri sigurin fekk liðið hjá Johan Sundstein 1,1 milliónir dollarar, ið eru 7,68 milliónir krónur. Og tá fimm leikarar eru á liðnum OG , verður tað 1,5 milliónir krónur í part. Í sambandi við tillaging av setanartreytunum hjá samtaksleiðsluni eru nevndin og John Rajani, stjóri, vorðin ósamd. Tí hevur nevndin tikið avgerð um at siga upp samstarvið. Starvið verður ikki sett aftur. Árni Ellefsen, forstjóri, fer í fyrstu syftu at taka við uppgávunum hjá John Rajani viðvíkjandi føroyska og grønlendska vinnukundavirkseminum, og Rune Nørregaard, kredittstjóri, fer fyribils at røkja uppgávurnar viðvíkjandi skaða og lívstrygging BankNordik ætlar kortini ikki at selja vinnukundarnar í Danmark. BankNordik boðaði tann 23. september í ár frá, at bankin var farin undir eina sølutilgongd viðvíkjandi danska vinnukundavirkseminum. Við støði í vegleiðandi boðunum, sum eru komin, hevur bankin í staðin valt at fremja eina stýrda avtøku av danska vinnukundavirkseminum, av tí at hetta verður mett at vera ein búskaparliga betri loysn enn ein søla. Bankin væntar, at meginparturin av danska vinnukundavirkseminum verður avtikin í ár og í fyrru helvt av 2016. Tað fer at geva møguleika fyri at gjalda eitt serligt vinningsbýti, sum verður í mesta lagi 200 milliónir krónur Afturat hesum serliga vinningsbýtinum væntar bankin, sum áður fráboðað, at tá sølan av íslendska tryggingarfelagnum Vørði er avgreidd, fer at bera til at gjalda vinningsbýti, sum verður í minsta lagi 100 milliónir krónur Afturfyri verður ein serstakur miðlastuðul á fíggjarlógini. Hetta verður gjørt, til tess at almenni public service stovnurin hvørki skal vera fíggjarliga bundin av privatum lýsarum ella kappast við privatu miðlarnar um handilslýsingar. Tað sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna, í viðmerkingunum til uppskotið um at broyta háttin at krevja inn kringvarpsgjald, sum í løtuni er til hoyringar. Sponsorering verður bert loyvd í ávísum førum, har talan er um serstøk tiltøk, sum verða samskipað við onnur, eitt nú stór og avgerandi itróttatiltøk, og tónleika ella onnur stór mentanartiltøk. Sambært nýggju skipanini um at krevja inn kringvarpsgjald verður farið frá at krevja gjald frá húskjum til at krevja gjaldið frá einstaklingum, sum eru eldri enn 23 ár. Gjaldið verður 150 krónur um mánaðin, og pensjónistar rinda 50 krónur um mánaðin. Kringvarpsgjaldið verður goldið gjøgnum skattaskipanina hjá Taks, og tað verður kravt inn á sama hátt, sum til dømis gjaldið til Heilsutrygd. Gjaldið hjá virkjum verður lagað eftir, hvussu stór lønarútgjaldingin er. Skotið verður upp, at kringvarpsgjaldið verður prístalsjavnað við tveimum prosentum um árið. Mentamálaráðið sigur í viðmerkingnum til uppskotið, at nýggja skipanin gevur umleið 59 milliónir krónur í kringvarpsgjaldi. Haraftrat koma inntøkur frá spølum, kunngerðum og sponsoratum. Tilsamans kann Kringvarpið vænta at fáa 63 milliónir krónur í inntøkum tilsamans. Tað er nakað minni enn í fjør, men tá vóru inntøkurnar frá spølum serstakliga stórar. Heildarkvotan er 895.000 tons. Føroyski parturin er 113.000 tons. Mikudagin, hósdagin og fríggjadagin verða samráðingar um svartkjaft og norðhavssild. Enn ein roynd verður gjørd at finna semju millum strandarlondini um, hvussu svartkjaftur og norðhavssild skulu býtast millum londini. Samráðingarnar nú í vikuni eru í London. George Benson syngur og spælir gittar, McCoy Tyner klaver, Ron Carter kontrabass, Herlin Riley, Louis Hays og Al Foster spæla trummur. Marty Paich hevur arrangerað strúkarar og horn og stjórnar orkestrinum og framleitt hevur Tommy LiPuma. Lagt til rættis Arnold Ludvig. Hesaferð hoyra vit Sissel Kyrkjebø, Henning Sommerro, Ballerup Kammerkor og Winchester Cathedral Choir. Lagt til rættis Gunnvør Poulsen. Paula Danielsen sigur, at kappingin var á ógvuliga høgum stigi, og vónirnar um heiðurmerki vóru ikki góðar, tá hon hevði hoyrt hinar luttakararnar. Føroyski silvurvinnarin hevur enn ikki gjørt av, um hon nú fer at leita aðrar vegir fyri at finna nýggjar tónleikaligar avbjóðingar. Enn ein bók í røðini um stállínuskipini í Føroyum er komin í sølubúðirnar, og tað er Sigmar Bláberg, sum hevur skrivað. Hetta er onnur bók í røðini um stállínuskipini í Føroyum. Hendan bókin eitur Stállínuskipini, ferð kemur á 1961 62 Hetta er inntriv í sáttmálaviðurskiftini, og tað er óhoyrt um okkara leiðir, at ein stjórn ger seg inn á galdandi sáttmála, og harvið frælsa samráðingarrættin á arbeiðsmarknaðinum, sigur reiðarafelagið. Víst verður á, at tað er ikki eitt hálvt ár síðani, at reiðarafelagið og manningarfeløgini skrivaðu undir nýggjan sáttmála. Undir samráðingunum kravdu tvey manningarfeløg, at ásetingarnar um, at gjøld fara av óbýttum, skuldu strikast, sigur reiðarafelagið. Samráðingarnar endaðu við, at parturin um avgjøld fyri fiskiloyvi skuldi verða óbroyttur. Reiðarafelagið sigur, at landsstýrið tykist ikki hava gjørt sær greitt, hvørjar avleiðingar uppskotið hevur. Tí samstundis sum samgongan sigur, at hon vil býta landsins virði javnari, gevur hon við hesum átakinum manningini á einum vanligum uppsjóvarskipi 20 prosent í lønarhækking. Hjá reiðaríunum merkir uppskotið hjá landsstýrinum, at tey nú skulu bera allar útreiðslur av veiði og uppboðssølugjaldi, har manningarnar fyrr hava goldið millum ein fjórðing og triðing. Haraftrat ætlar landsstýrið at hækka veiðigjøldini og leggja gjald á svartkjaft. Felagið heitir á landsstýrismannin í fiskivinnumálum um at umgugsa málið av nýggjum, áðrenn hann leggur uppskotið fyri tingið. Fiskimálaráðið hevur nágreinað revsingina í kunngerðini, sum skal verja ungfiskin. Fiskimálaráðið hevur endurskoðað 22 ára gomlu kunngerðirnar um at verja ungfisk og samansjóðað tær í eina kunngerð. Í gomlu kunngerðini stóð, at brot á kunngerðirnar varð revsað eftir lógini um vinnulígan fiskiskap. Í nýggja kunngerðini, sum er til hoyringar í løtuni, stendur, at brot verða revsað við bót. Vørn kann alt fyri eitt taka fiskiloyvið frá teimum, sum bróta kunngerðina við at hava ov nógvan ungfisk ella blaka ungfisk útaftur. Fiskiloyvið kann verða tikið upp í tríggjar vikur hvørja ferð. Sunda kommuna hevur fingið áheitan um fólkaatkvøðu um avgerðina at leggja niður skúlarnar í Hósvík og Hvalvík. Freistin at biðja um fólkaatkvøðu er farin, og í minsta lagi 30 prosent av veljarunum í teimum báðum skúlaumdømunum hava kravt fólkaatkvøðu um avgerðina at leggja skúlarnar niður. Býráðið í Sunda kommunu hevur avgjørt at hava ein fólkaskúla í kommununi, Skúlan við Streymin, frá næsta skúlaári. Í skúlanum í Hósvík eru knappliga 40 børn, og í skúlanum í Hvalvík, sum eisini er fyri Streymnes og Saksun, eru okkurt um 70 børn. Umleið 140 fólk hava skrivað undir hvørja áheitan um fólkaatkvøðu. Tá sølan av tryggingarfelagnum Vørði er avgriedd, væntar bankin, at hon fer at geva 100 milliónir krónur í vinningsbýti. Hóast fráboðan í morgun um 300 milliónir krónur afturat í vinningsbýti, eru partaeigararnir í BankNordik ikki nøgdir sambært Finanswatch, tí kursurin á partabrævinum fór niður í morgun. Kursurin lækkaði sjey krónur, 4,8 prosent, og fór niður í 138 krónur, tá keypsskálin í Keypmannahavn lat upp í morgun. Sambært Peter Jeppsen Ejdesgaard, greinara og stjóra í Aktier og Investering, fara partabrøvini hjá BankNordik at fella enn meira. Eg hevði rættiliga nógv um oyruni, men bleiv við at hugsa, at um nakrar vikur verður betri, og tá kann eg slappa av, sigur Bárður Perrson. Sjálvandi merkti eg, at okkurt var galið. Eg vildi helst vera einsamallur, hevði einki yvirskot, og so svav eg heldur ikki meir enn nakrar fáar tímar hvørja nátt. Kroppurin koyrdi upp á yvirlivilsi, greiðir Bárður Persson frá. Eg bleiv so illa fyri sálarliga, at eg visti mær ongan annan útveg enn at blíva innlagdur á psykiatrisku deild. Tað vísti seg, at eg hevði eina ógvusliga depressión, sigur Bárður Persson. Í fimm mánaðir var Bárður Persson innlagdur og fekk ta neyðugu viðgerðina. Síðani er eisini blivið staðfest, at Bárður Persson hevur bipolara sjúku ein sjúka, ið hevur við sær, at sinnalagið er ógvuliga skiftandi. Depressiónin og sjúkustaðfestingin hava havt stóra ávirkan á gerandisdagin hjá Bárði Persson. Eitt nú metir hann ikki, at lívið sum sjónleikari er serliga gott fyri seg. Eg havi avgjørt, at eg fari ikki at spæla sjónleik upp á sama máta, sum eg havi gjørt fyrr. Sum sjónleikari hevur tú nógvar kvøldarsýningar og arbeiðir ógvuliga intenst í ávís tíðarskeið, og eg havi funnið útav, at tað er nakað, sum órógvar sinnið ótrúliga lætt. Eg má ansa eftir mær sjálvum, sigur Bárður Persson. Í Vegamótinum fortelur Bárður Persson millum annað um tíðina, har hann var óguvliga tunglyntur, um mánaðirnar á psykiatrisku deild, og hvussu hann roynir at liva við sálarsjúku. Alivinnan hevur ikki tikið so nógv av aldum laksi, higartil í ár, sum í fjør. Vinnuhúsið skrivar á heimasíðuni , at alivinnan hevur tikið sløk 57.000 tons av laksi higartil í ár. Talan er um 10 prosent minni enn somu tíð í fjør. Hóast miðalvektin er eitt vet hægri enn í fjør, er talið á tiknum laksi væl minni í mun til somu tíð í fjør. Í dag vitjar Tórður Mikkelsen í Syðrugøtu. Karl A. Thomsen er sannur fróðarmaður, og hann greiðir frá ymsum viðurskiftum í Syðrugøtu. Ungu hjúnini Elinborg Osvaldsdóttir úr Hoyvík og Sámal Olsen úr Rituvík eru veruliga fallin til í Syðrugøtu, har tey hava keypt sær hús. Bæði hava røtur úr Gøtu. Unn Laksá, sum er úr Syðrugøtu, hevur lisið og búð í Liverpool í átta ár. Nú er hon komin aftur í heimbygdina, og hon arbeiðir sum granskari á fyritøkuni Syntesu. Hon ynskti, at lítli sonurin skuldi vaksa upp í Føroyum. Arkitekturin Ósbjørn Jacobsen bleiv kendur, tá hann stóð á odda fyri Hørpuni í Reykjavík. Nú er hann heima aftur saman við familjuni, og í sendingini greiðir hann frá, hví hann hevur stovnað altjóða arkitektafyritøku í heimbygdini. Vit hitta eisini Hanus Jacobsen og Haldis Johnsdóttir Carlsson. Uppi á Kinn hevur Leivur Sørensen gróðursett fleiri túsund trø í Kinnarlund, sum hon hevur fingið heitið. Leivur hevur fingið pengar frá landinum til gróðurseting, men hann heldur, at játtanin er láturliga lítil. Serliga nú nógvar bygdir eru vetrarfriðaðar, átti landið at vaksið játtanina til gróðurseting. Hon er láturliga lítil, serliga nú flestu bygdir eru vetrarfriðaðar, heldur hann. Tórur Mikkelsen, vanliga nevndur Tórur á Støðini, er ein kend bygdarmynd í Syðrugøtu. Hann hevur í mong ár verið einasti útróðrarmaður í bygdini. Tað er ikki greitt, hvør hevur gjørt av við fólkini, men víðgongdir islamistar halda til í økinum. Haraftrat eru 11 fólk funnin særd á somu leið, upplýsa myndugleikarnir. Egyptaland hevur síðani í 2013 roynt at niðurberja ein islamskan uppreistur í norðrara parti av Sinai hálvoynni, sum víðgongd fólk, við tilknýti til Islamskan Stat, skipa fyri. Greinin heldur fram niðanfyri. 15. november vóru 15 aðrir afrikanarar funnir skotnir á somu leið, tætt við ísraelska markið. Egyptiska løgreglan skjeyt frá 2009 til 2011 javnan fólk, sum royndu at fara um markið til Ísrael. Í norðrara partinum av Sinai hálvoynni hava verið nógvir bardagar síðani egyptiski herurin fyri tveimum árum síðani koyrdi Mohamed Mursi, forseta frá. Tingkvinnurnar Sonja Jógvansdóttir, Bjørt Samuelsen, Kristianna Wither Poulsen og Hanna Jensen hava lagt uppskotini fram, har tað eina er gjørt fyri at leggja áherðslu á, at tað ikki skal verða gjøgligt við kirkjuligari vígslu av samskyndum. Ásetingin staðfestir, at tað, eins og siðvenja er, framvegis bert eru fólk av ymiskum kyni, sum verða vígd ella fáa kirkjunnar vælsignilsi av hjúnabandinum , stendur í uppskotinum. Í viðmerkingunum til uppskotið um at gera tað møguligt hjá samkyndum at ganga saman í borgarligt hjúnalag, skriva uppskotssetararnir, at stundin er komin til, at samkynd verða javnsett við onnur, tá tað um borgararættindi ræður. Sama lóg varð løgd fyri Løgtingið í tingsetuni 2013, men tá fall uppskotið. Rættindi hjá samkyndum hava fylt nógv í almenna rúminum seinastu árini. Tað eru 9 ár síðani, at grein 266b varð broytt til eisini at verja fólk samsvarandi kynsligari sannføring. Løgtingið fer undir fyrstu viðgerð av málinum klokkan 10 fyrrapartin í morgin. Vitello býr í einum raðhúsum beint við ringvegin. Hann býr sjálvandi ikki har einsamallur, hann býr saman við mammu síni. Og Mamma hevur ein nýggjan bil. Mamma er øgiliga bangin um, at lakkið verður skøvað, hon sigur, at tað er tað viktigasta í verðini. Men ein dagin spælir Vitello eitt nokk so gott spæl við síðuna av bilinum, eitt spæl við einum bólti og eini brotnari rívu Jensina Olsen lesur. Dánjal Tavsen ger ljóðmyndina. Kim Fupz skrivaði og Sjúrður Gullbein týddi til føroyskt. Vitello býr í einum raðhúsum saman við mammu. Bara saman við mammu. Pápi Vitello er nevnliga eitt bartrog, og hann er ikki serliga nógv hjá teimum. Hann er faktiskt ongantíð har, og tað er irriterandi, heldur Vitello, tí allir hinir dreingirnir hava pápar. Tað er so irriterandi, at hann kemur til at billa vinunum inn, at hann hevur dekan fari eisini ein pápa, sum teir gott kunnu sleppa at síggja. Jensina Olsen lesur og Dánjal Tavsen gjørdi ljóðmyndina. Kim Fupz skrivaði og Sjúrður Gullbein týddi til føroyskt. Kommufelagið góðtekur ikki ætlanirnar hjá Fíggjarmálaráðnum um at hækka botnfrádrátttin, tí kommunurnar fáa ikki nóg nógv afturgoldið av tí, tær missa. Landsstýrið ger seg inn sáttmálan millum fiskimannafelagið og reiðarafelagið, sum varð undirskrivaður í summar, og tað er óhoyrt, heldur Reiðarafelagið. Ein føroyingur er í fremsturøð. 23 ára gamli Jóhan Sundstein vann um vikuskiftið 1,5 milliónir krónur í kapping í spælinum Dota í Frankfurt. 25 pláss eru markað til nýggju útbúgvingina í búskaparfrøði, og 16 fleiri sleppa at lesa sjúkrarøktarfrøði. Fróðskaparsetrið hevur í eina tíð fyrireikað útbúgvingina í búskaparfrøði. Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, sigur, at hon hevur raðfest játtanina til Fróðskaparsetrið, so til ber at bjóða búskaparfrøði næsta summar. Í februar í ár vísti ein kanning, at var ein útbúgving í búskaparfrøði í Føroyum, eru nóg nógv fólk til ein flokk. 16 næmingar, sum tá, í februar, vóru seinasta árið í miðnámsskúla og ætlaðu sær at lesa búskaparfrøði, høvdu lisið í Føroyum, um til bar at taka útbúgvingina her. Harafturat eru tíggju, sum helst høvdu tikið útbúgvingina í Føroyum. 62 av teimum 495 spurdu miðnámsskúlanæmingunum søgdu seg ætla at lesa búskaparfrøði. Lógin um barsilsskipan er í stríð við eina aðra lóg, javnstøðulógina. Tað sigur Búskapar og løgfrøðingafelagið, BLF, í hoyringarskrivi um uppskotið hjá landsstýrinum um at broyta barsilsskipanina. Felagið tekur undir við uppskotnu broytingunum. Men so leggur felagið afturat, at tað vil nýta hetta høvið at vísa á, at ásetingarnar í lógini um barsilsskipan eru í stríð við ásetingarnar í javnstøðulógini. Endamálið við javnstøðulógini er at beina burtur allan mismun vegna kyn. BLF sigur, at flokkar í samgonguni hava leingi havt javnstøðu sum hjartamál. Teir hava fleiri ferðir nýtt høvið at vísa á javnstøðutrupulleikarnar í galdandi barsilsskipan, tá lógin fyrr hevur verið til viðgerðar. BLF mælir landsins myndugleikum til at gera sítt til at tryggja báðum kynum eins rættindi á arbeiðsmarknaðinum, tað er at fara burtur frá skipanum, sum eggja kvinnum at vera heima hjá børnunum, meðan maðurin heldur fram at arbeiða. Galdandi lóg um barsilsskipan er greitt dømi um skipan, sum byggir á gamla fatan um lutin hjá kynunum, og greitt ger mun á teimum, sigur felagið hjá búskaparfrøðingum og løgfrøðingum. Búskapar og løgfrøðingafelagið er sannført um, at kvinnur og menn eiga at hava javnbjóðis rætt til pening úr Barsilsskipanini, og mælir til, at lógarbroytingin, sum nú skal gerast, leggur upp fyri tí. Myndirnar í bókini Kom við upp á fjallatind eru ikki uppsettar, men tiknar spontant á staðnum, og eingin myndaviðgerð er gjørd aftaná. Myndugleikarnir í Ruslandi hava váttað, at talan var um eitt russiskt flogfar. Russisku myndugleikarnir siga, at flogfarið var í sýriskum loftrúmi, tá tað varð skotið niður, og at tað vóru herfólk á jørðini sum skutu flogfarið niður. Turkland sigur, at tvey turkisk flogfør ávarðu russiska flogfarið fleiri ferðir, tí tað var í turkiskum loftrúmi. Turkiska tíðindastovan, Anadolu , skrivar, at flogskipararnir vórðu sæddir í fallskýggja, eftir at flogfarið varð skotið niður. Greinin heldur fram niðanfyri. Turkmenar í økinum skulu hava funnið annan flogskiparan, og leitað verður eftir hinum. Restirnar av flogfarinum duttu niður í eina tjaldlegu á markinum. Reuters skrivar, at turkiski forsætisráðharrin hevur givið uttanríkisráðnum boð um at tosa við NATO og ST um tað sum fer fram á markinum ímillum Rurkaland og Sýria. Svenska løgreglan vil vera við, at tveir svenskir ríkisborgarar vóru við til at skera tveir mans á háls í Sýria fyri tveimum árum síðani. Teir báðir ríkisborgararnir eru stevndir fyri rættin í Svøríki. Menninir sum eru 30 og 32 ára gamlir, nokta seg sekar. Teir vórðu tiknir í juli, men tað eydnaðist tí triðja at sleppa til rýmingar. Hann er nú eftirlýstur kring heimin. Hildið verður, at maðurin, ið slapp til rýmingar, er í Miðeystri. Málið kom undan kavi, tá svenska løgreglan kannaði íbúðina hjá tí 30 ára gamla manninum, í einum øðrum máli. Undir húsarannsóknini fann løgreglan ein sonevndan usb lykil, og tá hann varð kannaður, vóru myndir av monnunum, tá teir avrættaðu tveir mans í Aleppo í Sýria. Á geymanum vóru bæði myndir og sjónvarpsupptøka. Svenska løgreglan sigur seg vera sannførda um, at teir báðir svensku ríkisborgararnir vóru teir sum avrættaðu menninar, tí teir tosaði svenskt sínámillum, meðan hendingin fór fram. Teir fegnaðust eisini, tá avrættingin var av. Svenska ákæruvaldið sigur, at geymin verður nýttur sum prógv í málinum. Teir báðir menninir eru ákærdir fyri yvirgang, brotsverk ímóti mannaættini og fyri morð. Norska sjónleikarakvinnan, Anneke von der Lippe, vann í nátt altjóða Emmy virðislønina. Hon vann virðislønina fyri sín leiklut í norsku røðini Eygnavitnið , sum er ein røð sum er send í Noreg. Tað er fyrstu ferð at ein norskur sjónleikari vinnur eina Emmy virðisløn. Altjóða Emmy virðislønin verður latin fyri sjónvarpsrøðir, sum eru gjørdar aðrastaðni enn í USA. Hetta var 43. ferðin at heiðurslønin varð latin. Anneke von der Lippe gjørdist kend í Føroyum, tá hon hevði høvðusleiklutin í filminum um Barbaru, sum Niels Malmros tók upp í Føroyum fyri fleiri árum síðani. Tað sigur Hermann Oskarsson, búskaparfrøðingur, sum vísir á, at ikki bara er uppboðssølan avmarkað til tey, sum frammanundan eru í fiskivinnuni, men hon setir eisini tey, sum kunnu bjóða uppá fiskin, ólíka í kappingini Uppskotið um royndaruppboðssølu næsta ár er sent til hoyringar, og tann freistin er úti í ovurmorgin. Uppboðssølan verður eitt av evnunum í útvarpssendingini Radaranum í morgin, og tá verður landsstýrismaðurin í fiskivinumálum, Høgni Hoydal, sum eigur uppskotið, eisini við. Sjeynda árið á rað lat Dugni Kærleikskúluna. Tað gjørdu tey á samkomu á Føroya Listasavni í morgun, tá Kærleikskúlan varð avdúkað. Ása Olsen, stýrisforkvinna í Dugna, handaði kærleikskúluna til Martin Dam Joensen frá Smyril Line. Tey fingu Kærleikskúluna fyri at vera fyrsta ferðavinnuskrivstova, sum ger eina skipan, sum loyvir fólki, ið hava tørv á stuðuli, at ferðast uttan at gjalda fyri fylgjara. Tey, sum hava gjørt og fingið Kærleikskúluna, eru hesi 2015 Astri Luihn Smyril Line 2014 Astrid Andreasen Anna Karin Kjeld 2013 Edward Fuglø Brennistøðin á Hjalla, IRF 2012 Zacharias Heinesen Leila Solmunde 2011 Hansina Iversen Munin 2010 Sigrun Gunnarsdóttir Snorri Brend 2009 Tróndur Patursson Kemilux Ivasamt er, um ein kommunustýrislimur eisini kann vera kommunuskrivari. Tí hevur Løgtingsins umboðsmaður biðið Húsavíkar kommunu viðgera eina starvssetan av nýggjum. Húsavíkar kommuna hevur eisini fingið eina átalu frá Løgtingsins umboðsmanni, eftir at ein umsøkjari til starvið sum kommunuskrivari í Húsavík kærdi um mannagongdina, tá ein kommunustýrislimur fekk skrivarastarvið, og tí at umsøkjarin ikki fekk innlit í setanina. Løgtingsins umboðsmaður heldur tað millum annað vera átaluvert, at kommunan lýsti eftir skrivara nakrar fáar dagar, áðrenn starvstíðin skuldi byrja. Tað er als ikki nøktandi, at einki tilmæli er gjørt um, hví mett varð, at tann setta var best egnað til starvið, og hví kommunan ikki helt tað vera neyðugt at hava setanarsamrøður. Klagarin fekk onga grundgeving fyri, hví hon ikki fekk starvið. Um hetta sigur borgarstjórin í Húsavík, at hann visti ikki, at tað var eitt krav, men at hann hevði grundgivið munnliga fyri avgerðini. Eg kann ikki góðtaka hesa umbering, sigur Løgtingsins umboðsmaður. Tríggjar umsóknir vóru til starvið sum skrivari hjá Húsavíkar kommunu. Álopið er sum at stinga Russland í bakið, sigur Putin sambært tíðindastovuni AP. Russiski forsetin sigur, at flogfarið varð skotið niður fýra kilometrar frá turkiska markinum. Hinvegin heldur Turkaland uppá, at flogfarið var inni í turkiskum loftrumi og varð ávarað 10 ferðir, áðrenn eitt turkiskt F16 flogfar skeyt tað niður. Flogfarið datt niður í Sýria, og eldur kom í. Turkiski forsætisráðharrin sigur, at Turkland hevur rætt til at svara aftur, um onkur ger seg inn á turkiskt loftrúm, til tess at verja landsins trygd. NATO hevur boðsent limalondunum til snarfundar í dag. Tað er fyrstu ferð síðani fimmtiárini, at eitt limaland í NATO hevur skotið eitt russiskt ella sovjettiskt flogfar niður. Ein nýggj ferðavegleiðing var almannakunngjørd í gjár, og hon er galdandi fyri øll lond. Orsøkin til ávaringina er yvirgangshóttan, skrivar Reuters. Á heimasíðuni hjá amerikanska uttanríkisráðnum verður sagt, at eitt nú yvirgangsatsóknin í París fyrr í hesum mánaðinum og atsóknin í Keypmannahavn fyrr í ár er orsøkin til nýggju ávaringina. Greinin heldur fram niðanfyri. Upplýsingar vísa, at Islamskur statur, al Qaeda, Boko Haram og aðrir yvirgangsfelagsskapir leggja yvirgangsatsóknir til rættis, verður sagt í fráboðanini. Seinasta árið hava atsóknir verið í Fraklandi, Nigeria, Danmark, Turkalandi og Mali, stendur í fráboðanini frá amerikanska uttanríkisráðnum. Nýggja vegleiðingin er galdandi til 24. februar næsta ár. Vit skulu hava ein menniskjaligan flóttafólkapolitikk, men síðani í summar er flóttafólkastreymurin vaksin so nógv, at neyðugt er at seta tiltøk í verk, sigur svenski forsætisráðharrin, Stefan L fven. Stefan L fven vónar, at nýggju reglurnar koma í gildi í seinasta lagi í apríl næsta ár. Sambært Aftonbladet eru 8.000 flóttafólk komin til Svøríkis seinastu vikuna. Umleið ein fjórðingur er ung undir lógaraldur, sum ikki ikki fylgdust við øðrum. Stjórnin ætlar at seta eina skipan í verk um fyribils uppihaldsloyvi til øll, tó ikki kvotuflóttafólk. Børn og familjur, sum eru skrásett, áðrenn nýggju reglurnar koma í gildi, verða undantikin. Størri eftirlit skal skipast í almennu samferðsluni í Svøríki, og sambært Expressen merkir tað, at nógv fólk skulu setast til eftirlitsarbeiði. Fleiri ungfólk vóru í løgtinginum í dag, tá tingið hevði fyrstu viðgerð av uppskotinum um at broyta hjúnarbandslógina, so samkynd kunnu fáa borgarliga vígslu. Umlættingarheimið við V.U. Hammershaimbsgøtu í Havn letur nú aftur. Eldraøkið í kommununi skal effektiviserast, og tey sjey plássini vera nú flutt á Boðanesheimi, har ein heil deild nú skal brúkast til umlætting og endurvenjing. Tú skalt smakka mun á súrum og søtum. Men ikki nokk við tí. Tú skalt eisini duga at seta orð á Inova leitar eftir smaksdómarum til eitt smakkipanel. Sambært lógini um eftirløn skuldi bundna inngjaldið hækka upp í trý prosent næsta ár, men tað verður, sambært lógaruppskoti hjá Fíggjarmálaráðnum, eisini tvey prosent í 2016, tað sama sum í ár. Tað, sum tær missa í 2016, fáa tær inn aftur seinni, tí hækkingin í eftirlønarinngjaldinum, sum verður skattað 40 prosent, byrjar aftur í 2017, tá gjaldið verður trý prosent. Í hesum sambandi heldur Fíggjarmálaráðið tað vera viðkomandi at vísa á, at kommunurnar fáa meira skatt, okkurt um 15 milliónir krónur, tí útgjaldið úr Samhaldsfasta hækkar næsta ár. Tí verklagslógin um nýtt havrannsóknarskip skal leingjast fimm ár, til 31. desember í 2020, tá havrannsóknarskipið væntandi er bygt. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, bað í gjár løgtingið leingja lógina um havrannsóknarskip og leggja 15 milliónir krónur aftur at byggikostnaðinum, so hann verður 215 milliónir krónur Á sumri 2011 samtykti løgtingið at byggja havrannsóknarskip. Samstundis varð samtykt, at verklagslógin fer úr gildi aftur 31. desember 2015. Men enn er eingin bygging byrjað. Nú er ætlanin at bjóða út arbeiðið tíðliga næsta ár. Ætlanin er at játta 15 milliónir krónur næsta ár, 20 milliónir í 2017, 100 milliónir í 2018 og 80 milliónir í 2019. Ætlanirnar um at stovna alment partafelag til endamálið, ella at langtíðarleiga havrannsóknarskip frá privatum veitara, verða sleptar í lógaruppskotinum, sum kom í tingið í gjár. Ein fiskimaður, sum roynir eftir rækjum á einum firði, hevur meldað ein brunnbát, tí hann fær ongar rækjur á vanligu leiðunum longur. Fiskimaðurin sigur orsøkina vera, at ein ávísir brunnbátur sleppur vandamiklu evnini út í sjógvin, tá reinsað verður fyri lús. Í Noreg eru 59 brunnbátar. Hildið verður, at teir sleppa vandamiklu evnini út, burtur frá har sum teir arbeiða, men tað hóttir annan fisk, og er ikki lógligt, sigur umhvørvismálaráðið, sum kannar málið. Reiðaríið hjá bátinum, sum er meldaður, vísir á, at eingin brunnbátur hevur loyvi at sleppa vandamiklu evnini út í sjógvin. Teir skulu hava loyvi frá matvørustýrinum. Fiskimenninir finnast hvassliga at, at um teir bert tveita ein fisk fyri borð, so fáa teir bót. Tí siga teir seg ikki skilja, at brunnbátarnir kunnu fylla havið við vandamiklum evnum, uttan at nakað verður gjørt við málið. Vektgjaldið hevur verið óbroytt síðani 2009. Samstundis er ætlanin at lækka vektgjaldið fyri elbilar, sum higartil hava goldið sama vektgjald sum dieselbilar, og tað er hægsta vektgjaldið. Fíggjarmálaráðið sigur, at stundir vóru ikki at senda uppskotið til ummælis. Hækkaða vektgjaldið er mett at geva landskassanum tíggju milliónir krónur afturat næsta ár. Harafturat er ætlanin at leggja 30 oyru oman á liturin av bensini og 25 oyru á diesel. Tað skal geva landskassanum 11,2 milliónir krónur meira næsta ár. Uppskot er um at hækka umhvørvisgjaldið á smyrjiolju 25 prosent, úr tveimum krónum upp í hálva triðju krónu fyri liturin. Tað er mett at geva landskassanum tríggjar milliónir og 750.000 krónur afturat. Tann peningurin skal brúkast til arbeiðið hjá IRF at reinsa spillolju. Landsstýrið legði í gjár fram eina rúgvu av lógaruppskotum, sum skulu hjálpa landsstýrinum at fáa avlop í fíggjarlógina næsta ár. Føroyska samfelagið stendur framman fyri eini spennandi talgildari framtíð við millum øðrum talgildum samskifti millum borgarar og tað almenna og heimtøku av bankaskipanum. Føroyska KT vinnan hevur í fleiri ár merkt eina óhepna gongd, har útlendskir veitarar verða tiknir fram um, tá KT verkætlanir verða framdar í Føroyum. Nógvir væl útbúnir føroyingar starvast í KT vinnuni uttanlands, sum eins væl kundu flutt heim og verið partur av føroysku menningini. Í løtuni starvast umleið 200 fólk í føroysku KT vinnuni, men við einum øktum virksemi, á hædd við okkara grannalond, kunnu fleiri hundrað arbeiðspláss verða skapt í KT vinnuni komandi árini. Russiskir miðlar upplýsa, at russiski verjumálaráðharrin hevur sagt, at báðir flogskipararnir, sum vóru við niðurskotna flogfarinum, eru bjargaðir á lívi, og at teir eru á eini russiskari herstøð í Sýria. Higartil hevur annars verið sagt, at flogskiparin var skotin av uppreistrardeildum, tá hann nærkaðist jørðini í fallskýggja, og at hann doyði. Sýriskar stjórnardeildir skuldu hava funnið stýrimannin á lívi, og hann er fluttur til russisku herstøðina. Nú sigur russiski verjumálaráðharrin, at báðir menninir sum vóru við flogfarinum, eru á russisku herstøðini. Ein russiskur hermaður lá eftirá, tá hann saman við øðrum í eini tyrlu var og leitaði eftir teimum báðum sum vóru við flogfarinum, ið varð skotið niður. Vladimir Putin, forseti, hevur funnist hvassliga at Turkalandi, og hann hevur boðað frá, at Rusland einki hernaðarligt samstarv vil hava við Turkaland eftir hendingina. Um ein borgarstjóri ikki vil víga eitt samkynt par, kann hann lata hesa heimildina til ein annan persón. Tí verður spurningurin um hvørt borgarstjórar kunnu nokta at víga, ikki ein stórur trupulleiki. Tað heldur Bjørt Samulesen, sum saman við ørðum hevur lagt uppskotið um broytingina í hjúnabandslógini fram. Uppskotið var til fyrstu viðgerð í gjár, og tá spurdi Elsebeth Meercedes Gunnleygsdóttir, um, hvørt borgarstjórar kunnu nokta at víga eitt samkynt par, verður hjúnabandslógin broytt. Hetta er fyrra av tveimum bókum um barna og ungdómsárini. Jógvan Arge sigur, at tað ikki er óhugsandi, at aðrar bøkur, ið viðgera onnur tíðarskeið, koma seinni Róaldur Jákupsson hevði fast starv sum fíggjarfrøðingur, hevur útbúgving innan fyri HD og eina MBA, hann hevur eisini arbeitt sum granskoðari og kontrollari, men síðani 2007 hevur hann arbeitt við kaffi. Tá hann fær kaffibønirnar, eru tær grønar á liti og lukta av hoyggj, um tær lukta av nøkrum. Men við einasta ovninum av sínum slagi í Føroyum, brennir Róaldur Jákupsson kaffibønirnar, sum hann síðani selur í handlinum í Havn, og til nakrar av fremstu matstovunum í landinum. Fólkapensjónistar fáa 3.110 krónur frá Samhaldsfasta í januar næsta ár, men síðani fara tey at fáa meira haðani sambært lógaruppskoti hjá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu. Skotið verður upp, at stýrið fyri Samhaldsfasta kann hækka útgjaldið fyrst í 2016, hóast galdandi lóg sigur, at útgjaldið skuldi ásetast í seinasta lagi 1. oktober í ár. Stýrið fær freist til 1. apríl 2016 at hækka útgjaldið í 2016. Inngjaldið í grunnin skal hækka eitt prosentstig, og tað kann geva 800 krónur afturat um mánaðin til hvønn fólkapensjónist, hevur Fíggjarmálaráðið roknað út. Løntakarar skulu rinda hálvt prosentstig meira og arbeiðsgevarar hálvt prosentstig meira í Samhaldsfasta frá 1. januar. Hækkingin, sum stýrið ásetti fyri 2016, er 100 krónur um mánaðin. Inngjaldið og útgjaldið skulu hækka, tí grundupphæddin í fólkapensjónini lækkar samsvarandi. Og lógarásetta inngjaldið til egna eftirløn hækkar ikki eitt prosent í 2016. Stundir vóru heldur ikki at senda hetta lógaruppskotið til hoyringar. Stýrið fyri Samhaldsfasta hevur fund í morgin. Broytingarnar í lógini um grunnin eru á skránni fyri fundin, sigur formaðurin í stýrinum, Annfinn V. Hansen. Fiskimálaráðið hevur boðað Fíggjarnevndini frá, at danska Bygningsstyrelsen kortini ikki vil keypa 855 fermetrar av lendinum norðan fyri bankabygningin í Húsagøtu í Havn. Fiskimálaráðið hevur nú fingið at vita frá advokatinum hjá Bygningsstyrelsen, at Bygningsstyrelsen og kommunan arbeiða við einari aðrari loysn, so ikki verður neyðugt at keypa jørð frá Fiskimálaráðnum. Bygningsstyrelsen í Danmark hevur hug á bygninginum, sum BankNordik var í, men sum Tórshavnar kommuna skal keypa frá bankanum fyri 40 milliónir krónur. Ætlanin er at hava politistøðina í Húsagøtu og byggja eina hædd oman á bygningin. Bygningsstyrelsen og Tórshavnar kommuna samráðast enn um keypið. Tórshavnar kommuna ætlar at fáa tað sama fyri bankabygningin, sum kommunan skal keypa hann fyri fyrst í næsta ári, og tað eru 40 milliónir krónur. Tað upplýsir Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, í svari til Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir í Fólkaflokkinum, sum spurdi um málið. Slepst gjøgnum tunlarnar tríggjar ferðir um dagin morgun, seinnapart og um kvøldið fer tað at kosta 315 milliónir krónur at víðka teir. Verða tunlarnir stongdir heilt fyri ferðslu, er kostnaðarmetingin 290 milliónir krónur, men tá má roknast við, at ferja má setast í sigling, og tað er ikki tikið við í kostnaðarmetingina, sigur Henrik Old. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir spurdi eisini um trygdarviðurskiftini í tunlunum Norður um Fjall. Henrik Old sigur, at ein tilbúgvingarætlan fyri tunlarnar varð gjørd í 2011 saman við sløkkiliðunum, sjúkrahúsinum og løgregluni. Til tess at bøta um møguleikarnar at samskifta millum partarnar í tilbúgvingini, verða forstyrkjarar settir upp í báðum tunlunum í ár. Rýmingarljós og eldsløkkjarar eru settir upp í Hvannasundstunlinum, og sama trygdarútgerð verður sett upp í Árnfjarðartunlinum. Tað verður liðugt í hesum árinum. Trupulleikar eru javnan við ferðsluni í tunlunum, tí stór akfør kunnu ikki møtast. Landsverk arbeiðir við at stýra ferðsluna við ferðsluljósum. Stór akfør skulu steðga fyri reyðum ljósi, um onnur stór mótkoyrandi akfør eru í tunlinum. Arbeitt verður við at fáa skipanina setta upp í ár ella fyrst í nýggja árinum. Ætlanin er ikki at seta automatiskar bummar upp við tunnilin, men at nýta skeltini, sum verða nýtt til ferðslustýringina at steingja tunnilin. Skeltini verða fjarstýrd, so tunnilin verður stongdur so skjótt sum til ber, tá boðað er frá óhappi, sigur Henrik Old landsstýrismaður, í svarinum til Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir. Stigið verður tikið í kjalarvørrinum av hendingini í gjár, tá turkisk stríðsflogfør skutu eitt russiskt flogfar niður, tí tað sambært turkiskum myndugleikum gjørdi seg inn á turkist loftrúm. Vladimir Putin, forseti, hevur sagt, hann kennir seg sviknan av turkum, og at niðurskjótingin fer at fáa avleiðingar fyri viðurskiftini millum bæði londini. Turkaland og Russland eru í hvør sínum parti í krígnum í Sýria. Putin styðjar sýriska forsetan, Assad, og Turkaland styðjar uppreistrarmenninar, sum berjast móti Assad stýrinum. Tí hevur russiski forsetin gjørt av at senda rakettir til Latakia í Sýria til tess at vísa Turkalandi, at Russland er sterkt hernaðarliga. Tað er alneyðugt, at allir føroyingar sleppa upp í part at bjóða, nú landstýrið fer at bjóða kvotur í Barentshavinum og ein part av uppsjóvarkvotunum út á uppboðssølu. Leisturin, sum landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum hevur sett út í kortið, kann ikki brúkast, tí har verður ongin kapping, sigur búskaparfrøðingurin. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, er ósamdur. Hann heldur fast um, at royndaruppboðssølan er eitt stig frá politiskari útluting til eina marknaðargrundaða skipan. Granskarar í Kina hava funnið eina bakteriu, sum er mótstøðufør móti tí slagnum av antibiotika, sum verður mett at vera seinasti skansin, tá ongin annar heilivágur virkar. Heilsumyndugleikar eru ørkymlaðir, tí vandi er fyri, at mótstøðuførið hjá hesari bakteriuni breiðir seg til onnur sløg av bakterium. Í ringasta føri kunnu vit enda í eini støðu, har fólk kunnu doyggja av vanligum ígerðarsjúkum, sum eitt nú lungnabruna og bløðrubruna. Hetta setir stór krøv til heilsuverkið í Føroyum. Vit noyðast at ansa eftir nýtsluni av antibiotika, og sjúkrahúsverkið má brynjast meira at taka ímóti sjúklingum við mótstøðuførum bakterium, sigur Shahin Gaini, serlækni í infektiónsmedisini. Kristian Martin Rasmussen, reiðari, sigur við Norðlýsið, at samtakið hevði eitt boð upp á Norðborg, sum hevði givið nakað tað sama, sum skipið kostaði at byggja í 2009, men tikið verður ikki av tilboðnum. Tekningar eru gjørdar av einum nyggjum skipi, men uppskotið um hægri avgjald á uppsjóvarvinnuna og ætlanin um, at uppsjóvarfiskur eisini skal seljast á uppboðssølu, ger, at eingin møguleiki er at fara undir eina tilíka verkætlan, sigur Kristian Martin Rasmussen við Norðlýsið . Óvissan er ov stór, og eingin vil fíggja. Eisini er ógreitt, hvussu nýggju gjøldini skulu býtast millum manning og reiðarí. Serliga er tað ætlaða uppboðssølan av tilverugrundarlagnum hjá fyritøkuni, sum ger okkum ótryggar, sigur hann. Kristian Martin Rasmussen sigur, at reiðaríið kennir seg vera komið á eitt vegamót, tí hóast vinnan leingi hevur eftirlýst tryggar karmar, eru eingi tekin um, at støðan gerst greiðari, heldur tvørturímóti. Samtakið Christian í Grótinum hevur seinastu árini goldið millum 20 og 25 milliónir krónur í tilfeingisgjaldi um árið, skrivar Norðlýsið. Stakir uppihaldarar fáa 18.000 krónur um árið fyri fyrsta barnið. Tey, sum ikki eru støk, fáa 22.000 krónur um árið fyri fyrsta barnið. Tey, sum hava fleiri enn eitt barn, fáa síðani 5.000 krónur afturat fyri hvørt barnið. Sostatt fáa støk foreldur, sum hava trý børn til dømis, 28.000 krónur um árið. Endamálið er at hjálpa barnafamiljum, sum hava smáar inntøkur og trong kor. Fult familjuískoyti fáa tey, sum hava minni enn 190.000 krónur í inntøku um árið. Ískoytið minkar stigvíst, so hvørt sum inntøkan fer upp um 190.000 krónur 1. august 2016 hækkar markið tó fyri, at familjuískoytið byrjar at lækka, upp í 200.000 krónur Tá inntøkan er komin upp í 275.000 krónur hjá støkum og 295.000 krónur hjá teimum, sum ikki eru støk, steðgar familjuískoytið. Landsstýrið hevur sett av 8,6 milliónir krónur til familjuískoytið í fíggjarlógini fyri 2016. Harafturat koma pengar til at umsita skipanina. Skipanin krevur ikki sørt av umsiting, tí nógvar treytir og nógv krøv eru í lógaruppskotinum, sum saman við viðmerkingum er 18 síður. Umsitingin fer at kosta tvær milliónir krónur um árið umframt hálva millión í stovningarkostnaði. Almannamálaráðið væntar, at serliga fólk í útbúgving og fólk, sum ikki arbeiða fulla tíð, fara at fáa størsta familjuískoytið. Í okkurt um triðja hvørjum húski, sum fara at fáa familjuískoyti, eru ein ella fleiri, sum eisini fáa lestrarstuðul, stendur í viðmerkingunum hjá Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu. Hon sá fyri sær sól og strendur, men noyddist tó at ásanna, at lesturin á Barbados er sera krevjandi. Umstøðurnar eru góðar, og Bjørk Berg Mikklelsen leggur aftrat, at sosiala samveran millum næmingarnar, bæði lokalar og útlendskar, er av tí besta. Altjóða Skrivstovan skrásetir regluliga, hvar føroyingar lesa. Seinasta yvirlitið vísir, at ongantíð fyrr hava lesandi føroyingar verið í so nógvum ymiskum londum. Hvussu passar finsk mentan og mál inn í norðurlendska samstarvið Og hví er finska málið hjá øðrvísi enn restin av norðurlendsku málunum. Tað eru spurningar, sum verða settir og svaraðir, tá Norrøna Ungmannafelag Føroya hátíðarheldur finska tjóðardagin í kvøld. Christoffur Gert Nielsen, formaður í Norrøna Ungmannafelag Føroya, greiddi í morgun frá tiltakinum, sum verður á Setrinum í Jónas Broncksgøtu í kvøld klokkan 19.00. Happing er eitt nógv brúkt orð, og ongantíð so nógv sum í hesum døgum, nú landsins mynduleikar seta evnið ovast á breddan. Hvør einasti næmingur í føroyska fólkaskúlanum hevur gingið ígjøgnum nýggjan faldara, sum Mentamálaráðið hevur útvegað teimum. Mentamálaráðið hevur eisini skipað fyri ráðstevnu fyri allar fólkaskúlalærarar í Føroyum. Føroysk kanning um happing varð løgd fram, og granskarar úr Danmark greiddu frá nýggjastu granskingini í happing. Í hesi sending tosa vit við fleiri av høvuðspersónunum á ráðstevnuni. Happing skal umhugsast umaftur, so at vit fáa loyst trupulleikan betur Vit mugu gevast við at hyggja at happaranum og offrinum og í staðin fyri hyggja at øllum umhvørvinum. Hetta er nakað av tí, sum Dorthe Marie Søndergaard, granskari og professari í sosialsálarfrøði, greiðir frá. Helle Rabøl Hansen, granskari í happing og phd. í námsfrøðiligari sálarfrøði, greiðir frá, hvat tað ger við børn sálarliga, tá ið tey verða happað. Katrin á Kák, sálarfrøðingur, greiðir frá úrslitinum av nýggju kanningini, Happing í fólkaskúlanum. Tú kanst hyggja at videobrotunum og lesa meira um tað, Helle Rabøl Hansen og Anne Dorthe Søndergaard tosa um, her rummelighed.org Ivi er um tryggingarnar hjá hesum sjálvbodnu fólkunum, og tí liggja bátarnir, allir uttan Ziska í Klaksvík, til greiða er fingin á tryggingarviðurskiftunum. Ivin kom til sjóndar, tá ein ung kvinna, sum sjálvboðin var við bjargingarbátinum Lív, fekk skaða í knæið. Hon kundi onga skaðabót fáa, tí eingin trygging var, sum tók við. Høgni Hoydal svarar, at hann hevur fingið at vita frá Samferðslumálaráðnum, at fundur verður í Vanlukkutryggingarráðnum í dag um vantandi trygging hjá bjargingarfólkum. Fiskimálaráðið tekur málið upp í samskifti við Samferðslumálaráðið eftir viðgerðina í Vanlukkutryggingarráðnum. Høgni Hoydal sigur eisini, at seinastu árini hevur játtan bara verið til at manna Tjaldrið helvtina av árinum. Brimil hevur verið á beding, men verður tøkur aftur í morgin. Danska sjóverjuskipið Triton hevur verið til venjingar í Noregi, og skuldi eftir ætlan vera aftur í Føroyum í gjár. Býráðið fer at virða úrslitið av fólkaatkvøðunum, hevur borgarstjórin sagt. Verður meiriluti fyri at varðveita skúlarnar, halda teir fram í Hósvík og Hvalvík, men sum partur av Skúlanum við Streymin. 13. november bleiv ein ræðuligur dagur í París og ikki minst hjá bólkinum, Eagles of Death Metal, sum framførdi í Le Bataclan, tá yvirgangsálopið byrjaði. Í samrøðuni við VICE greiða teir sorgarbundnu og skelkaðu limirnir frá teimum ræðuleikunum, ið fóru fram inni í Bataclan, og senda sínar tankar út til øll offrini og tey, ið eru ávirkað av álopinum. Forsangarin, Jesse Hughes, sigur eisini, at hann vónar, at Eagles of Death Metal fer at teljast millum teir fyrstu bólkarnar, sum sleppa at framføra í Bataclan, tá konserthøllin eina ferð aftur letur dyrnar upp. Gestir eru Silja Strøm, sum sýnir fram á Steinprenti, og Marjun S. Kjelnæs, sum hevur vunnið almenna skaldsøgukapping. Eyðun Johannessen umrøður Caf Gløgg, Hanus Kamban hevur lisið bók um felagsskapin IS, og vit hitta Steintór Rasmussen, sum er aktuellur við egnari ævisøgu. Vit bjóða suppu, sápu og frelsu í orði og verki, fyri at møta tørvunum hjá menniskjum Suppa nøktar likamligan tørv Sápa leggur dent á virðið hjá tí einstaka Frelsa ber fram Guðs markleysa kærleika. Hetta er eitt av slagorðunum hjá relsunarherinum, og Herbergið brúkar tað sjálvandi eisini. Hoyr meira um misnýtslu, misnýtarar og Herbergið her. Eisini greiðir Martin Kúrberg frá um seg sjálvan. Sjey handrit komu inn til kappingina um at skriva nýggja føroyska samtíðarskaldsøgu, sum Bókhandlarafelagið hjá føroysku bókhandlunum, skrivaði út í novembur í fjør. Á Bókadøgunum í Norðurlandahúsinum um vikuskiftið varð virðislønin latin Marjun Syderbø Kjelnæs, rithøvundi. Í dómsnevndini sótu umboð fyri LISA Listasamband Føroya , fyri bókhandlararnar, Bókadeild Føroya Lærarafelags, Føroyamálsdeildina á Fróðskaparsetrinum og eitt lesaraumboð. Treytin var, at bókin skal vera samtíðarskaldsøga og í høvuðsheitum fara fram í føroyska samfelagnum. Søgan kann fara aftur í tíð, um tað er av týdningi fyri skaldsøguna. Harumframt var eisini krav um longd á søgu og síðutal. Marjun Syderbø Kjelnæs er av virknastu rithøvundum í Føroyum. Hon hevur skrivað barna og ungdómssøgur, hevur givið út yrkingasøvn, hevur skrivað sjónleik, er í gongd við filmshandrit, skrivar sangtekstir til Eivør, hevur í gerð tekstir til tónleikaverk, eisini er nýtt yrkingasavn ávegis. Marjun er heiðrað við nógvum virðislønum, bæði føroyum og útlendskum, eitt skifti skrivaði hon burturav, tí hon fekk í 2008 3 ára starvsløn frá Mentanargrunninum. Og nú hevur hon eisini skrivað eina skaldsøgu. Og oman á alt gongur hon eisini í skúla hon lesur føroyskt á Setrinum. Hon hevur fyrr skrivað ungdómsskaldsøgu mong munnu kenna Skriva í sandin . Vit spyrja fyrst, um munur er á ungdóms og vaksnamannaprosa Fríggjadagin lat upp framsýning á gallarínum hjá Steinprenti, sum verður opin til hálvan januar. Framsýningin ber heitið THE PEOPLE AND THE THINGS. Tað er listakvinnan Silja Strøm, ið sýnir fram málningar, keramikk og tekst. Verkini fevna bæði um abstraksjón og figurasjón og snúgva seg um listaligar grundspurningar, stendur millum annað í tíðindaskrivi frá Steinprenti. Silja er ung listakvinna, fødd í 1987, uppvaksin í Vestmanna, er útbúgvin á listaakademii í Glasgow, til at sleppa at halga seg til listaliga arbeiðið hevur henni verið veittur stuðul, eitt nú úr Gávugóðsi úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum, hon hevur eisini fingið virðisløn til ungt listafólk frá Mentamálaráðnum. Og fyrr í ár fekk Silja starvsløn í hálvt ár frá Mentanargrunninum. Silja er virkin og hevur fingist við so mangt í 2013 stóð hon sjálv onnur á odda fyri Summarframsýningini í Norðurlandahúsinum, eisini hevur hon myndprýtt bøkur, eitt nú stuttsøgusavnið Gullgentan eftir Hanus Kamban, sum Føroyar tilnevndu til norðurlendsku bókmentavirðislønina í 2012. Silja býr í Bretlandi, men er heima í samband við framsýningina. Í almennum skrivi í dag ávarar Hanus Hansen, reiðari og stjóri í JFK samtakinum, enn einaferð móti ætlanini hjá landsstýrinum at selja part av føroysku kvotunum í Barentshavinum á uppboðssølu. Sambært samgonguskjalinum skal fiskivinnupolitikkurin flyta seg frá verandi skipan til eina marknaðargrundaða skipan. Roknast má tí við, at øll føroysk fiskirættindi sum frálíður skulu seljast á uppboðssølu. Hetta fer í longdini at geva landskassanum lægri inntøkur, tí færri og færri aktørar orka sum frálíður at bjóða upp á fiskirættindini, samstundis sum teir hava havt verri møguleikar at leggja pening til viks, sigur Hanus Hansen Reiðarin og stjórin í JFK samtakinum vísir á, at avleiðingin av tí verður, at vinnan heldur uppat at fokusera upp á menning og nýskapan. Í almennum skrivi sigur Hanus Hansen seg stúra fyri, at stórir partar av kvotunum á uppboðssølu verða fiskaðar við skipum, sum bara verða skrásett í Føroyum í styttri tíðarskeið. Tað fær so aftur avleiðingar fyri føroyskar veitarar, sum í stóran mun liva av at selja vørur og tænastu til fiskivinnuna, sigur Hanus Hansen. Samanumtikið heldur hann lítið um rikna fiskivinnupolitikkin. Nú byrja vit við uppboðssøluni og skapa stóran ótryggleika í eini vinnu, hvørs loyvisgrundarlag rennur út um tvey ár. Hetta er sanniliga eitt ótrygt og óvirðiligt grundarlag undir eini høvuðsvinnu, sigur Hanus Hansen. Ætlanin var annars, at kommunurnar skuldu taka á seg 111 milliónir krónur av skattalættanum við at hækka botnfrádráttin upp í 45.000 krónur Kommunurnar skuldu so fáa pengarnar aftur úr landskassanum. Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, helt seg hava eina avtalu við Kommunufelagið um skattalættan. Men kommunurnar vilja ikki vita av leistinum, sum landsstýrið ætlaði at brúka. Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Kristina Háfoss, váttar, at arbeitt verður nú við einum nýggjum leisti, har sum kommunurnar ikki vera við. Hon sigur, at málið verður lagt fyri landsstýrisfund mánadagin. Kristina Háfoss vil tí bíða til eftir tann fundin við at gera fleiri viðmerkingar. Men ætlanin er, sum skilst, at landið ber allan skattalættan. Botnfrádátturin í kommunuskattinum verður tí standandi á 30.000 krónum, og í landsskattinum verður botnfrádrátturin 65.000 krónur sum hann er nú. Men skattastigin verður gjørdur stigvaksandi fyri at tryggja, at tey lágløntu og miðalløntu fáa sama skattalættan, sum alla tíðina var ætlanin. Islamska Ríkið man vera mest umrøddi felagsskapur í heiminum í løtuni. Nýliga kom út drúgt bókaverk um hesa umstríddu fylking. Tað er kendi tíðindamaðurin, Abdel Bari Atwan, ið vit ofta síggja umrøða politisku støðuna í Miðeystri í BBC, sum hevur skrivað bókina The Islamic State The Digital Kalifat. Hanus Kamban, rithøvundur, hevur lisið bókina. Landssjúkrahúsið hevur samráðingar við útlendskar læknar, sum hava holla vitan um bæði CTD og GSD sjúkuna, og sum hava royndir við sjúklingum í Føroyum. Samráðingarnar snúgva seg um samstarv ella starvssetan á Landssjúkrahúsinum. Tað upplýsir Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, í svari til Edmund Joensen í Sambandsflokkinum. Ein føroyskur lækni er knýttur at Landssjúkrahúsinum sum ráðgevi innan CTD. Hann hevur millum annað skrivað phd ritgerð um CTD og hjartasjúkur, og verður mettur at vera ein av fremstu serfrøðingum í heiminum innan CTD. Mett verður, at føroyska heilsuverkið hevur førleikar at veita CTD sjúklingum eina nøktandi viðgerð, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna. Ein føroyingur, sum er undir útbúgving til barnalækna, hevur eisini nomið sær vitan innan GSD, og ætlar at skriva eina Phd ritgerð innan økið. Tveir GSD sjúklingar hava verið ávístir til serviðgerð á Ríkissjúkrahúsinum. Avgjørt er, at yvirlækni á medisinska deplinum skal hava ábyrgdina av CTD og GSD í framtíðini, og arbeitt verður eisini við at broyta screeningina av nýføðingum, so svarini um hesar sjúkur verða meira álítandi, sigur Sirið Stenberg í svarinum til Edmund Joensen. Í tølum er árstíðarjavnaða arbeiðsloysið minkað úr 803 í august til 672 fólk í oktober. Tað eru sostatt 259 fólk færri enn í oktober í fjør. Um hugt verður at árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysinum seinastu 20 árini, var tað bert í 2007 og 2008 og í 2002 og 2003 at arbeiðsloysið var so lágt sum tað er í dag. Arbeiðsloysið var lægst í 2008, tá arbeiðsloysið var so lágt sum 1,3 prosent, og næstlægst í 2006, tá arbeiðsloysið var 1,6 prosent. Í mars samtykti Tórshavnar Býráð at játta góðar 2,7 milliónir krónur til nýggju uppihaldstrappuna, sum hon verður nevnd. Smápartafelagið Andrias Berg átti lægsta tilboð, tá arbeiðið varð boðið út. Teirra tilboð var góðar 2,3 milliónir Afturat hesum kostnaðinum koma útreiðslur til ráðgeving og projektering. Sambært tíðarætlanini skuldi meginparturin av arbeiðnum vera liðugt til Voxbotn, ið varð hildið 27. juni. Síðani skuldi síðsta arbeiðið við trappuni verða liðugt á ólavsøku. Uppihaldstrappan er partur av miðbýarætlanini hjá Tórshavnar kommunu. Partur av arbeiðnum er at fríðka um økið á Bryggjubakka. Arbeiðið at fríðka um økið á Bryggjubakka skuldi sambært tíðarætlanini verða liðugt í september. Arbeiðið er tó ikki liðugt, og verri enn so. Sambært nýggjastu tíðarætlanini hjá Tórshavnar kommunu verður ikki klárt at leggja trapputrinini fyrr enn í januar. Eisini el arbeiðið er nógv seinkað, og byrjar ikki fyrr enn í januar, sambært nýggjastu tíðarætlanini. Tórshavnar Kommuna vil ikki geva innlit í dagførdar kostnaðarmetingar. Tað vil siga, hvat arbeiðið nú verður mett at kosta. Rigmor Dam, landsstýriskvinna, ætlar, at lesandi skulu i mesta lagi tjena fimtantúsund krónur um mánaðin, annars minkar studningurin. Markið varð annars hækka uppí tjúgutúsund av undanfarnu samgongu. Ónøgd og óvissa eru í fiskivinnununi, um ætlaninar hjá landsstýrinum um at selja partar av kvotum á uppboðssølu, og at reiðaríini skulu rinda alt tilfeingisgjaldið. Hetta er sera oheppið og ikki nóg gott. Tað sigur Jan Ziskasen stjóri á Føroya tele, nú fólk sum fóru inná vanligar heimasíður í morgun fingu ávarðing um, at tey vóru á veg inn á eina síðu við barnapornografiskum tilfari. Sambært uppskotinum fáa stakir uppihaldarar fáa 18.000 krónur um árið fyri fyrsta barnið. Tey, sum ikki eru støk, fáa 22.000 krónur um árið fyri fyrsta barnið. Tey, sum hava fleiri enn eitt barn, fáa síðani 5.000 krónur afturat fyri hvørt barnið, so støk foreldur, sum hava trý børn til dømis, fáa 28.000 krónur um árið. Fult familjuískoyti fáa tey, sum hava minni enn 190.000 krónur í inntøku um árið. Landsstýrið hevur sett 8,6 milliónir krónur av til familjúískoytið í 2016. Á jólum vilja vit so fegin sleppa at lesa søgur, sum tit børn hava skrivað. Hevur tú eitt hugskot til eina søgu, so er bara at fara undir at skriva. Søgan kann snúgva seg um alt møguligt, bara so leingi hon snýr seg um okkurt jólaligt. Til dømis um einglar, vættrar, kava, vinir, jólatrøð, pakkar, gæs, reinsdjór ella okkurt heilt annað. Skriva søguna her, viðmerk navn, aldur, bygd býur og telefonnummar, og so ert tú við í lutakastinum um eina av trimum góðum jólagávum. Seinasta freist at lata okkum søguna er mikudagin 14. Desember, og vinnararnir verða funnir longu dagin eftir. Vit tilskila okkum rætt til, ikki at senda allar jólasøgurnar sum koma inn. Landsstýrið roynir at pynta fíggjarlógina fyri 2016, sína fyrstu fíggjarlóg, við at flyta útreiðslur í seinastu fíggjarlógina hjá undanfarnu samgongu. Tað sigur minnilutin í Fíggjarnevndini hjá løgtinginum, Bárður Nielsen í Sambandsflokkinum, Jacob Vestergaard í Fólkaflokkinum og Bill Justinussen í Miðflokkinum, um eykajáttanarlógina. Samgongan hevur sett útreiðslur í hetta uppskotið, sum av røttum verða brúktar næsta ár og eiga tí at vera í fíggjalógini fyri 2016. Teir skuldseta eisini samgonguna fyri at bróta játtanarlógina og allar grundreglur, sum ein samd Fíggjarnevnd seinastu árini hevur bygt upp, við at biðja um pengar í ár, sum ikki skulu brúkast fyrr enn næsta ár. Teir tríggir tingmenninir skriva í álitinum hjá Fíggjarnevndini, at nevndin fekk at vita frá Strandfaraskipum landsins, at Ternan lýkur ikki krøvini fyri at sigla um Skopunarfjørð. Ternan skal vera avloysaraskip hjá Teistanum, til Sandoyrartunnilin er liðugur. Jacob Vestergaard mælir harafturat frá at keypa tveir bygningar úti á Reyni til umsitingina hjá landsstýrinum, tí teir loysa ongan hølistrupulleika. Sambært norska FiskeribladetFiskaren spurdist einki burturúr. Hetta ger eisini, sambært norska samráðingarleiðaranum, Ann Kristin Westberg, at tað verður torført at fáa meiriluta í NEAFC um kvotuna í altjóða sjógvi. Nú eingin semja er millum ES, Noreg og Føroyar øðrumegin og Ísland, Russland og Grønland hinu megin borðið, er vandi fyri, at eisini næsta ár verður ov nógvur makrelur fiskaður. Tí, fiska Ísland og Grønland á leið tað sama næsta ár sum í ár, fer fiskiskapurin langt upp um eina millión tons, sum er nógv meira enn fiskifrøðingar mæla til. ES, Noreg og Føroyar hava sett heildarkvotuna at vera 895.000 tons í 2016, og tey hava sett av 15,6 prosent av heildarkvotuni til onnur lond at fiska. Nú royna strandarlondini at finna semju um, hvussu tey skulu býta svartkjaft og norðhavssild. Tær samráðingarnar eru eisini í London. Leila á Lofti og maðurin ættleiddu fyri nógvum árum síðani tvær gentur úr India. Fyri seks árum síðani flutti húskið til Bombay og Leila fór at arbeiða á barnaheiminum, har genturnar búðu fyrstu tíðina í teirra lívi. Í dag eru Leila á Lofti og familjan flutt heim aftur til Føroya og við teimum er átta ára gamli Elias, sum tey fingu loyvi at taka til sín. Stafettina hevur Sidsel Petersen. Hon er sjúkrasystir og hevur arbeitt í fleiri ár í lítlu, fjarløgdu bygdini Kulusuk í Grønlandi. Býráðið skal mánadagin atkvøða um uppskot um at hava fólkaatkvøðuna 26. januar millum klokkan 10.00 og 20.00 og senda veljarum í teimum báðum skúlaumdømunum valkort. Verður meiriluti fyri at varðveita skúlarnar, halda teir fram í bygdunum, men, sum skilst, sum partur av nýggja skúlanum við Streymin. Í nýggja skúlanum verður millum annað ítróttarhøll. Á býráðsfundinum mánadagin er uppskot um, hvat skal vera í Skúlanum við Streymin. Kostnaðurin er mettur at verða millum 60 og 65 milliónir krónur. Eisini fylgir ein fløga við bókini, við sangum gjørdir til barnaútvarpsleikin, ella jólakalendaran, við sama navni, Eg sá ein eingil, sum varð sendur 2010 Tað siga feløgini í Vinnuhúsinum um ætlanina hjá landsstýrinum við lóg at áleggja stórum partafeløgum og feløgum, sum eru skrásett í keypsskála, at hava fleiri kvinnur í leiðsluni. Stór partafeløg eru feløg, sum lúka tvær av trimum treyum, og treytirnar eru 143 milliónir krónur í javna, 286 milliónir krónur í nettoumseting og minst 250 fólk í fullum starvi. Vinnuhúsið sigur eisini, at kravið um politikk fyri kvinnur í leiðsluni fer at økja umsitingarligu byrðarnar hjá fyritøkunum. Vinnuhúsið mælir frá, at slíkur politikkur verður kravdur. Sama sjónarmið er galdandi fyri kravið í ársroknskaparlógini um, at stórar fyritøkur skulu hava frágreiðing um samfelagsábyrgd. Fyritøkur, sum eru skrásettar á virðisbrævamarknaði, gera longu slíkar frágreiðingar, sigur Vinnuhúsið. Tungoljan hevur ikki hóskað optimalt til rakstrarmynstrið hjá Smyrli. Túrarnir eru nógvir og stuttir og uppstartir og afturlatingar nógvar. Hetta hevur slitið upp á útgerðina og kravt nógv viðlíkahald og eykalutir. Tungoljan er sum heitt asfalt at arbeiða við, antin hon er upphita ella niðurkøld, og til komandi dokking av Smyrli í Danmark í februar 2017 hevði stór og umfatandi tangareinsing verið eitt krav. Dálkandi útlátið í tungoljuni er munandi, og herðing av altjóða krøvum til svávultvíiltuútlát hava við sær, at í ár 2020 er seinasta freist hjá Smyrli at gevast við at brúka tungolju. Londini rundan um okkum hava longu sett avmarkingar í verk um brúk av tungolju og er tað stutt sagt ikki longur loyvt at gera brúk av tungolju í teirra nærumhvørvi. Hóast tungolja vanliga er bíligari enn gassolja, hava SSL mett og roknað seg fram til, at við verandi prísum umframt nevndu fyrimunum og vansum, er hetta lagaliga løtan at fremja skiftið. Torført er at siga júst, hvussu stór sparingin er í viðlíkahaldi og eykalutum fyrsta árið, tí hetta árið verður eitt royndarár. Talan verður tó helst um minst hálva til heila millión krónur. Undanfarin ár hava sveiggjandi oljuprísir tíðum órógvað fíggjarstýringina, og tí hevur ynskið um fastlæstar prísir ofta verið frammi. SSL hava tí keypt alla oljuna fyri 2016 til ein fastan prís, sum er munandi lægri enn prísurin keypt verður fyri í dag. Við at keypa eina stóra mongd av gassolju fyri ein fastan prís fæst eisini fyrimunurin av stórkeypsprísinum at fevna um Teistan, Ternuna og hini smærri skipini. Hilmar Eliasen, stjóri, sigur, at hann fegnast stórliga um at henda umlegging nú gerst veruleiki, og at SSL kann geva sítt íkast til tann almenna grønorkupolitikkin, har skipaferðslan helst er hin mest avbjóðandi. Pensjónistar er ovfarnir av ætlanini hjá landsstýrinum at lækka grundupphæddina í pensjónini. Landsstýrið ætlar sambært lógaruppskoti hjá Almannamálaráðnum at spara slakar 52 milliónir krónur við at lækka grundupphæddina í fólkapensjónini. Men størri útgjald úr Samhaldsfasta skal gera, at fólkapensjónistar ikki verða verri fyri, tvørturímóti, ætlar Almannamálaráðið. Partarnir á arbeiðsmarknaðinum skulu gjalda meiri í Samhaldsfasta, so hann kann gjalda 800 krónur meira um mánaðin út næsta ár. Men pensjónistarnir kenna seg kortini ikki tryggar. Arne Thorsteinsson, formaður í Landsfelagi pensjónista sigur, at politikararnir varða av fólkapensjónini, men Samhaldfasti er ein annar kassi, sum arbeiðsmarknaðurin ræður yvir. Lucy Rose er ein bretsk songkvinna, sum hóast ungan aldur longu hevur givið tvær væl eydnaðar fløgur út og hevur megnað at fingið ein trúðfastan fjepparaskarða bæði í Bretlandi og kring heimin. millum annað nevndi Vogue hana ein av bestu nýggju indie tónleikarunum í 2012. Lucy byrjaði at spæla tónleik sum 18 ára gomul og skrivaði sáttmála við Columbia Records longu sum 21 ára gomul. Fyrstu fløguna, Like I Used , tók hon upp heima við hús og gav út í 2012, áðrenn hon fór víðari á konsertferðir við bólkunum Bombay Bycycle Club og Noah and the Whale . Næsta fløgan Work It Out bleiv útgivin í 2013, og er tað Rich Cooper, ið millum annað hevur framleitt fløgurnar hjá Mumford and Sons , sum hevur verið við til at gjørt fløguna. Teir tríggir tingmenninir hjá andstøðuni í Fíggjarnevndini siga, at nevndin hevur fingið at vita frá Strandfaraskipum landsins, at Ternan lýkur ikki krøvini fyri at sigla um Skopunarfjørð. Landsstýrið ætlar, at Ternan skal vera avloysaraskip hjá Teistanum, til Sandoyrartunnilin er liðugur. Tí verður eingin nólsoyarferja bygd nú. Hilmar Eliasen, stjóri á Strandfaraskipum landsins, sigur, tað er partvíst rætt, sum fíggjarnevndarlimirnir siga. Í gjár boðaði Pedagogfelagið annars frá, at eingin semja er í eygsjón, og tí er í løtuni eingin orsøk at halda fram við samráðingunum. Drúgva trætan millum Pedagogfelagið og Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum um samsýningina til starvslærarar er vorðin partur av samráðingunum um ein nýggjan sáttmála. Trætan fekk longu í vár ta avleiðing, at 32 námsfrøðilesandi ikki sluppu í starvsvenjing. Boðini frá pedagogfelagnum geva eina skeiva mynd av støðuni. Tey lesandi sleppa ikki í starvslæru, ti Pedagogfelagið noktar sínum limum at átaka sær hesa uppgávuna. Tað er ikki Fíggjarmálaráðið, ið forðar fyri starvslæruni hjá teimum lesandi. Í tíðindaskrivi fyrrapartin sigur Fíggjarmálaráðið, at landsstýriskvinnan í fíggjarmálum hevur roynt at fáa Pedagogfelagið at steðga arbeiðsteðginum, í minsta lagi til samráðingarnar millum partarnar vóru lidnar. Eisini sigur Fíggjarmálaráðið seg hava gingið við til munandi hækking av samsýningini til námsfrøðingar, sum hava starvslesandi. Men Pedagogfelagið hevur higartil ikki tikið av. Samráðingarnar hava gingið væl millum partarnar. Fíggjarmálaráðið heldur, at samráðingarnar skulu halda fram við samráðingarborðið, sigur ráðið í tíðindaskrivi fyrrapartin. Strandferðslan var fyrireikað til tað, sum nú hendir, at arbeiðið helst verður útsett í nøkur ár. Lægsta tilboðið upp á arbeiðið at byggja nólsoyarferju er útlendskt. Fleiri gamlar upptøkur eru komnar undan kavi, nú kvæðaupptøkurnar eru talgildar. Vit hoyra tvær upptøkur frá eini svøríkisferð í 1951. Kollfirðingurin Kristian Djurhuus skipar brot úr brúðarvísuni og Hákun Dam, sum var lærari á Sandi, skipar brot úr Brynhildartátti. Petur Reinert, sum var lækni og politikkari, skipar brot úr Jákupi á Møn. Annfinnur Poulsen, handilsmaður í Nólsoy, skipar brot úr Kongens søn af Engeland. Allar hesar upptøkurnar eru bara nakrar minuttir. Harafturat hoyra vit Dansifelagið í Havn kvøða Ísmals tátt, Hanus Jensen skipar. John Lisberg skipar 1. tátt í Tíðriks kappum, sumbingar kvøða. Millum mongu upptøkurnar á Velbastað hoyra vit hesuferð tvær Dánjal Paula Danielsen skipar Tostan Jall og Niels Mikkelsen skipar Spanienland og Mykleg rd. Her á heimasíðuni eru upptøkurnar í fullari longd. Vit práta við Mass Hoydal, sum skipar fyri verkætlanini at talgilda kringvarpssavnið. Um tú fert til sjós fyri fyrstu ferð, aftaná 1. januar 2017, skal tú ikki bara á trygdarskeið í 3 dagar, men 3 vikur. Sjófólk ynskja longda trygdarskeiðið á vestfallið. Landsstýriskvinnan í Mentamálum rekur lesandi av landinum. Tað heldur Ása Hammershaimb Christiansen, nevndalimur í MFS, nú ætlanin er, at lesandi í mesta lagi kunnu tjena fimtantúsund krónur um mánaðin, áðrenn tað raka studningin. Undanfarna samgonga hækkaði markið uppí tjúgutúsund krónur. Jólamaðurin, Valentine og Haloween. Seinnu árini hava hava vit tikið fleiri amerikanskar siðir til okkum. Black Friday er tann seinasti í røðini Panelið, sum er mannað við Jóhonnu N. Niclasen, Barbaru Mariu Lamhauge og Bjarta Sigmundarsyni, skifta orð um væl umtókta appina Snpachat. Eitt ferðsluóhapp var í Kaldbaksbotni seint gjárkvøldið, tá ein bilførari misti tamarhaldið á bilinum og koyrdi yvir í mótsattu koyribreyt, har hann rendi beint í gronina á einum mótkoyrandi bili. Løgreglan fekk fráboðanina eitt korter yvir tíggju gjárkvøldið. Sambært vakthavandi vóru fimm fólk í bilunum. Tveir sjúkrabilar vóru í fyrstu atløgu sendir á staðið og løtu seinni ein triði sjúkrabilur. Øll fólkini vóru koyrd á sjúkrahúsið, men sum skilst vóru tey heppin og sluppu við smærri skaðum. Øll fimm megnaði at sleppa úr bilunum sjálvi eftir óhappið. Ferðsluóhappið tarnaði ferðsluni í við at bilarnir fóru illa og kundu ikki rullast av vegnum. Ikki fyrr enn klokkan 23.36 var koyrandi sum vant aftur eftir vegnum, sigur vakthavandi á løgreglustøðini. Japanar hava ikki veitt stórhval í Suðurhøvum seinasta árið, men fyrst í komandi ári ætla teir sær aftur at fara undir tað, japanar kalla vísindaliga veiðu. Tað veit BBC at fortelja. Altjóða rætturin í Haag hevur bannað japanum at veiða stórhval, men japanar siga seg hava tikið dómin til eftirtektar og hava minkað kvotuna av hvalum, teir ætla sær at veiða. Tað er serliga sildreka, japanar veiða og kvotan komandi árini er set ttil 333 sildrekar. Australska stjórnin reisti málið í altjóða rættinum í Haag og vann. Og australska stjórnin mótmælir nú eisini ætlanini hjá Japan at loyva vísindaligari veiðu aftur. Greg Hunt, umhvørvismálaráðharri í Australia við BBC, at Australia ikki kann góðtaka nakra grundgeving fyri at veiða hval í suðurhøvum. Sea Shepherd hevur brúkt nógv orku at stríðast móti japansku hvalaveiðuni seinnu árini, áðrenn fokus hjá felagsskapinum var vent móti Føroyum. Enn er tó ógreitt, um ætlaða japanska hvalaveiðan fær týdning fyri átakið hjá Sea Shepherd móti føroyska grindadrápinum. Sev arbeiðir í løtuni við at reisa vindmátimastrina í Suðuroy. Sambært Jákup Suna Lauritsen skal hendan gera mátingar í vetur, sum koma at liggja til grund fyri, hvussu best og mest fæst burturúr vindinum. Men tað er ikki Sev, men Jarðfeingi, sum ger av, hvør sleppur at byggja vindmyllur í Suðuroy. Avtala er gjørd millum Jarðfeingi og SEV, at í fyrsta umfari rindar SEV fyri kanningarnar, ið gerast skulu, og verður tað soleiðis, at tann sum vinnur útboðið, endurrindar SEV kostnaðirnar, samstundis sum hesir verða roknaðir inn í boðið. Tað er umráðandi at lurta, og tað havi eg gjørt í hesum førinum, sigur Rigmor Dam í tíðindaskrivi, har hon boðar frá, at hon tekur uppskotið um inntøkumarkið fyri lesandi aftur. Hon sigur seg taka atfinningar móti uppskotinum til sín. Vit skulu virða lestur sum eitt fulltíðarstarv. Kortini eiga broytingar í inntøkumarkinum heldur at verða framdar í sambandi við onnur átøk, sum samstundis bøta um umstøðurnar hjá lesandi, og serliga hjá lesandi við børnum, heldur landsstýriskvinnan í mentamálum, sambært tíðindaskrivinum. Í gjár ljóðaði í tinginum, at tað var so sum so við undirtøkuni fyri uppskotinum millum samgongutinglimir, og at vandi var fyri, at uppskotið fall. Nú uppskotið er tikið aftur, verður eingin atkvøðugreiðsla. Hermenn fóru í morgun at seta píkatrá upp, og fara at byggja eitt hegn, á sama hoátt, sum Ungarn hevur gjørt á markninum við Serbia og Kroatia. Flóttafólk úr Sýra, Afghanistan og Irak hava uttan forðingar farið gjøgnum Balkan londini, eftir at verða komin til Grikkalandi ella Turkaland í báti. Fólk við øðrum tjóðskapi eru vorðin avvíst. Tað hevur havt við sær, at nógv fólk eru eftir á markinum millum Grikkaland og Makedonina, millum annað iranar, pakistanar og marokanar. Tey hava seinastu dagarnar mótmælt, tí tey vilja sleppa til Europa, skriva Ritzau og Reuters tíðindastovurnar. Landsgrannskoðanin hevur almannakunngjørt frágreiðingina fyri fíggjarárið 2014. Landsgrannskoðanin kannaði 20 mál í 2014, sum fevndu um 40 børn. Ein treyt fyri at fáa ískoyti er, at uppihaldarin er einligur, og at barnið er yngri enn 18 ár. Landsgrannskoðanin staðfestir, at samanumtikið brúka umsøkjarar umsóknarblaðið hjá Almannaverkinum, men tó vóru helvtin av teimum ikki nágreiniliga fylt út ella vantaðu dóps ella navnabrøv.Í fýra av 20 stakroyndum sást ikki um ella hvussu Almannaverkið hevði tryggjað sær,at givnu upplýsingar vóru rættar, og at umsøkjarin hevði rætt til barnaískoyti, sigur Landsgrannskoðanin. Av tí at møguleikarnir eru avmarkaðir at krevja pening aftur, ið er goldin út av órøttum, mælir landsgrannskoðanin Almannaverkinum til at tryggja rættar upplýsngar og skjalprógv. Almannaverkið hevur boðað frá, at tey hava givið boð um at fylgja krøvunum, og at tey fara at eftirmeta oyðiblaðið. Runavíkar Kommuna skal taka 16 milliónir krónir í láni komandi fíggjarár, fyri at fíggja íløgur. Býráðið í Runavík hevur samtykt fíggjarætlanina fyri 2016. Skattaprosentið verður óbroytt, 22 prosent. Magnus Rasmussen er borgarstjóri í Runavíkar Kommunu, og hann sigur soleiðis um hví kommunan ikki lækkar skattaprosenti, sum fleiri aðrar kommunur annars hava gjørt. Sev væntar sær betri stev í dansinum við nýggja landsstýrið, enn Sev hevði við undanfarna landsstýrið. Tað skrivar nevndin í frágreiðing sínari, sum var almannakunngjørd í gjár. Nevndin fegnast um eitt gott og tætt samstarv við landspolitisku skipanina, nú nýggja samgongan er farin til verka. Tikið verður undir við orkupolitikki landsins, sum er lagdur fyri dagin í samgongu skjalinum, skrivar nevndin. Tað er eingin loyna, at leiðslan í Sev og serliga Johan Dahl sótu illa um sátt seinastu tíðina. Og fleiri orsøkir vóru til tess. Johan Dahl sýtti millum annað fyri at leingja 50 ára gamla loyvi hjá Sev at brúka vatnið í áunum til orkuframleiðslu. Loyvið, sum er formliga grundarlagið undir allari vatnorkuframleiðsluni hjá Sev, er síðani bert longt fyribils í styttri tíðarskeið í senn og seinasta fyribils loyvi gongur út í í februar komandi ár. Landsstýrismaðurin vildi eisini hava størri vald á Sev. Ósemjan millum interkommunala felagsskapin og landsstýrismannin kom serliga væl til sjóndar í einum sjónvarpskjakið í oktober 2013. Sambært Jákup Suna Lauritsen hevur bert ein fundur verið millum nevndina og nýggju landsstýriskvinnuna við politisku ábyrgdini av orkuøkinum, Sirið Stenberg. Fundurin var góður, men tað er eisini tað. Nýggja bjartskygni hjá nevndini í Sev kemur av samgonguskjalinum, sigur nevndarformaðurin. Býráðið í Vága Kommunu hevur samtykt fíggjarætlanina, og skattaprosentið verður lækkað úr 23 prosentum niður í 22,75 prosent. Tað boðar kommunan frá á heimasíðuni. Fólk í Vága kommunu hava rindað 23 prosent í kommunuskatti síðani 2011, tá kommunan heldur óvæntað var noydd at taka Skúlan á Giljanesi niður, og byggja nýggjan skúla. Nýggi skúlin kostaði meira enn eina álíkning. Hetta skuldi leggjast omaná vanliga raksturin av kommununi. Nú er skuldin komin niður um eina álíkning, og eitt samt býráð metir, at sjálvt um neyðugt er at hava neyva fíggjarstýring, er umráðandi at veita nøktandi tænastu til borgaran, stendur á heimasíðuni hjá Vága Kommunu. Vandi var fyri, at tey kundu vera ein hóttan fyri trygdina og lóg og landaskil, sigur franski uttanríkisráðharrin, Bernard Cazeneuve, við AFP. Markna eftirlitið er eisini hert, tí COP21 fundurin byrjar í París mánadagin. Tá fara heimsins leiðara at tosa um verðurlagsbroytingar. Men herda eftirlitið skal eisini tryggja Frakland sum heild, eftir yvirgangsálopini. Frakland varð lýst í undantaksstøðu eftir álopini. 15.000 løgregludeildir afturat eru settar at hava eftirlit við markinum. Innanríkisráðharrin sigur, at Frakland fer at hava hert eftirlit, so leingi mett verður, at vandin fyri yvirgangsatsóknum er stórur. Gudstænastan var ein staðfesting av og fagnaður um, at 100 ár eru liðin, síðani føroyingar í Keypmannahavn stovnaðu føroyska kirkjuliðið, Sankta Ólavs kirkjulið, ið er tann elsti, føroyski, felagskapurin í Danmark, sum er virkin. Undir gudstænastuni sang Mpiri kórið sum preludium Harra Guð týtt dýra navn og æra saman við handklokkuspæli. Jógvan Fríðriksson, Føroya biskupur, hevði altartænastuna og Peter Skov Jakobsen, Keypmannahavnar biskupur, prædikaði. Eftir prædikuna sang Mpiri eitt verk hjá Sunnleivi Rasmussen saman við solisti og urgupæli. Hetta verkið er gjørt til henda hátíðardagin. Sum postludium sang Mpiri Fedranna kirkja hjá Gudmundi Bruun við urguspæli. Nevndin hevur latið eitt minnisrit gera í sambandi við 100 ára hátíðarhaldið. Minnisritið, sum er 160 síður, og bæði á føroyskum og donskum máli, var latið øllum í Føroyahúsinum ókeypis. Hátíðarhaldið var, viðvíkjandi føroyska málinum søgulig hending, sum staðfestir, at nú eru 100 ár liðin, síðani danski presturin og føroyavinurin, Gudmund Bruun, einaferð um mánaðin kom av Fyn til Keypmannahavnar at hava gudstænastu á føroyskum. Ikki fyrr enn 24 ár eftir tað, í 1939, fekk føroyska málið, við kongligari fyriskipan, sømdir innan kirkjugátt í Føroyum. Nógv var gjørt burturúr fyri at skapa hátíðardám. Biskupar og prestar luttóku, umboð fyri øll føroysk feløg í Danmark vóru boðin við og guðstænastan bleiv tikin upp til føroyska útvarpið. Millum annað er forboð sett móti at innflyta ávísar turkiskar vørur til Russlands. Eisini hava fleiri russiskar fyritøkur fingið boð um at avmarkað talið á turkiskum starvsfólkum. Haruframt eru boðini frá russiska forsetanum, at russiskar ferðaskrivstovur ikki skulu selja ferðir til Turkalands. Boðini koma eftir, at forsetin í Turkalandi, Recep Tayyip Erdogan, í sjónvarpsrøðu fríggjadagin millum annað segði, at hann ynskti, at russiska stríðsflogarið ikki varð skotið niður, og at hann vónaði, at tað ikki hendi aftur. Hann vildi tó ikki koma við nakrari umbering fyri at hava skotið nakað russisk flogfar niður. Erdogan hevur sagt, at tað eru russar, sum skulu biðja um umbering fyri at hava flogið inn í turkiskt loftrúm. Turkiski forsetin ávaraði eisini leiðsluna í russlandi móti at spæla við eld , sum tikiið varð til. Hópgrøvin er ikki latin upp, men tey deyðu liggja ikki djúpt niðri, og regnið hevur avdúkað fleiri av líkunum. Hópgrøvin, ið er funnin 10 kilometrar vestanfyri Sinjar, er tann sætta, ið er funnin nærhendis býin, eftir at Islamskur Statur er flýddur úr býnum. Bólkurin tók økið í august í fjør og fór síðani at jagstra tey sonevndu yazidarnar ein etniskur minniluti norðanfyri Irak út úr býnum við hóttanini um, at tey vórðu tikin av døgum, um tey ikki vendu um. Í oktober í fjør fekk eitt starvsfólk løn fyri 750 yvirtimar og hevði tá 368 og ein hálvan tíma til góðar. Í november í ár eigur starvsfólkið 682 tímar til góðar. Tað er alt ov nógv at eiga so nógvar tímar til góðar, og tað er heldur ikki í tráð við reglurnar hjá ráðnum, skrivar Landsgrannskoðarin í síni nýggjastu ársfrágreiðing. Mentamálaráðið hevur greitt landsgrannskoðaranum frá, at nógv yvirtíð er í próvtøkutíðini, ið roynt verður at avspáka í slakari tíðum. Leiðslan ætlar at minka um tímatalið, starvsfólkið eiga til góðar og fer seinni í ár at taka støðu til, hvussu nógv skal gjaldast út, stendur í ársfrágreiðingini hjá Landsgrannskoðaranum. Keypmannahavnar biskuppur Peter Skov Jakobsen og Føroya Biskuppur Jógvan Fríðriksson luttaka. Føroyska Kórið MPIRI hevur frummframmførðslu av kórverki, sum Sunnleif Rasmussen hevur skrivað til minnis um stovnaran av kirkjuliðinum Gudmund Bruun, próst. Síðan 2011 hevur skattaprosentið í Vága kommunu verið 23 prosent, men á býráðsfundi hóskvøldið, varð avgjørt, at seta skattaprosentið niður í 22,75. Vit eru undir álíkningini, og hetta fer heldur ikki at ávirka raksturin hjá kommunu ógvisliga, sigur borgarstjórin, Rósa Samuelsen. Marius kom aftur úr Danmarks Radio í 1969. Hetta árið varð farið undir happadráttin V4 til frama fyri útvarpið sjálvt. Nú komu FM sendarar, so útvarpið kundi senda í stereo. Í 1972 var útvarpið umboðað á olympisku leikunum í Munchen. Í 1982 stóð nýtt útvarpshús liðugt í Sortudíki. Í 1987 fór Marius aðrar leiðir. Fekk starv á nýggju løgtingsskrivstovuni og varð í 1995 tilnevndur 1. tingskrivari. Tingmannaráð útnorðurs og Norðurlanda ráðið vóru millum hansara arbeiðsøki, og í 2008 játtaði hann at taka upp á seg starv sum deknur í Havnar kirkju. Ætlanin er at skriva inn í lógina um nýtslu av fólkakirkjuni, at Kirkjulig tænasta, ið snýr seg um vígslu ella signing kirkjunnar av hjúnabandi, fevnir um par av ymiskum kyni. Sostatt kunnu vit útleiða, at umleið triðingurin av lærarahópinum í framtíðini vera mannligir lærarar. Hetta skrivar skúlablaðið á heimasíðu síni. Tað er eitt sindur misjavnt, hvussu stórir árgangirnir av læraralesandi eru. Í løtuni eru 141, ið lesa til lærara tá eru tey, sum eru í farloyvi ikki tald við. Av teimum, sum vórðu liðug sum lærarar í summar, vóru 28 prosent mannfólk, í fjør 21 prosent og fyrraári 30 prosent. Tølini eru smá, og tað skulu bara lítlar broytingar til, so broytist myndin. Vit kunnu tí við fyrivarni siga, at broytingin til bachelor hevur ávirkað áhugan fyri læraraútbúgvingini millum mannfólk rætta vegin. Í seinasta flokkinum, sum las til lærara sambært gomlu útbúgvingini, vóru 21,7 prosent mannfólk. Í øllum árgangunum síðan er talið á mannfólki, sum lesa til lærara, kvinkað uppeftir. Tað hevur mangan verið frammi, at áhugin millum mannfólk fyri læraraútbúgvingini er serliga treytaður av, hvussu konjunkturirnir í samfelagnum eru. Er nógv ferð á, arbeiðstilboðini mong og tískil stórir møguleikar at vinna stórar lønir, minkar áhugin millum mannfólk fyri læraraútbúgvingini. Tá ið gongdin vendir, so økist áhugin fyri læraraútbúgvingini millum mannfólk. Hvussu er og ikki, so hevur áhugin fyri læraraútbúgvingini seinastu árini verið rættiliga støðugur. Hví áhugin millum konufólk fyri læraraútbúgvingini ikki er so treytaður av konjunkturunum, er ein annar góður spurningur. Sambært Hagstovuni var kynsbýtið skúlaárið 2010 2011 39 menn og 61 kvinnur. Gongdin at konufólk gerast fleiri fer at halda fram. Seinni fer talið helst at stabilisera seg á ávikavist 30 og 70 , stendur at lesa á heimasíðuni hjá skúlablaðnum. Í tíðarskeiðinum 1965 til 1997 vórðu allar Føroyar matrikuleraðar. Tí eru ognarviðurskiftini í Føroyum sum heild væl lýst í matriklinum. Í ávísum førum hevur tað tó víst seg, at samsvar ikki hevur verið millum viðurskiftini á staðnum og skrásetingina av ognarviðurskiftunum í matriklinum. Hetta er galdandi fyri fjøruna í Vestmanna. Tá bygdin varð matrikulerað í 1978, var grundarlagið millum annað korttilfar, ið varð gjørt í sambandi við útskiftingina, ið varð framd fyrst í 30 unum. Við tíðini er brúkið av fjøruni og lendinum fram við strondini nógv broytt. Neyst eru umbygd ella tikin niður, nýggj neyst eru bygd, og dráttir og brúgvar eru komin afturat. Í mongum førum er matrikulin ikki samsvarandi rættaður, og tí varð farið í holt við at gera eina nýmatrikulering av økinum. Tað er henda, ið nú er staðfest í einum sonevndum matrikuldómi. Matrikuldeildin á Umhvørvisstovuni fer nú undir at rætta matrikulkort og matrikul í tráð við dómin. Tá hetta arbeiðið er liðugt, verður málið latið tinglýsingini, sum dagførir eigaralistan, servituttir v.m. Hetta arbeiðið er væntandi liðugt í næstum, og málið um fjøruna í Vestmanna verður sostatt avgreitt í ár, stendur at lesa á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni. Ætlanin var at skipa fyri mótmælisgongu móti veðurlagsráðstevnuni, men av trygdarávum, var mótmælisgongan avlýst. í hesum ótryggu døgum, hevur franska stjørnin bannað at savnast í størri mannamúgvum. Hóast hetta forboð, savnaðust í dag fleiri túsund mótmælisfólk á Place de la Republique, at mótmæla veðurlagsráðstevnuni. Mótmælisfólkini tóku i hondina hvør á øðrum og gjørdu eina fólkaketu á sama stað, har ætlanin var at hava friðargonguna, skrivar tíðindastova NTB. Franska løgreglan hevur í dag nýtt táragass fyri at fólk at gevsast við mótmælisgonguni, og fyri at hava tamarhald á støðuni og hava sum sagt handtikið 100 mótmælisfólk. Um vikuskiftið hava fólk sett skógar út á gøtuna. Hetta sum mótmæli, at friðargongan varð avlýst orsaka av yvirgangsatsóknini fyri 14 døgum síðan. Í framtíðini verður bara triði hvør lærari mannfólk, skrivar Skúlablaðið. Blaðið skrivar, at síðani læraraútbúgvingin varð løgd um til bachelorútbúgving fyri sjey árum síðan, hevur okkurt um triðingurin av teimum, sum lesa til lærara, verið mannfólk. Hetta er tó nakað meira enn fyrr, tað er áðrenn útbúgvingin varð broytt. Í løtuni lesa 141 fólk til lærara. Í flokkinum, sum verður liðugur næsta summar, eru 28 fólk, 21 kvinnur og sjey menn. Í flokkinum, sum byrjaði í summar, eru 40 fólk, og 12 teirra eru menn. Skúlablaðið skrivar, at áhugin millum mannfólk fyri læraraútbúgvingini er serliga treytaður av, hvussu konjunkturirnir í samfelagnum eru. Tá nógv ferð er á samfelagnum eru arbeiðstilboðini mong, og tí stórir møguleikar at vinna góðar lønir. Tá minkar áhugin hjá monnum fyri læraraútbúgvingini. Enn er møguleiki at koma á mál við fígging ella einari handilsligari loysn. Men lukkast tað ikki, er lítið sannlíkt at felagið klárar sínar skyldur í 2016. Tað fer tá undir umsiting, sigur Ben Arabo, stjóri í P F Atlantic Petroleum, sum í dag leggur fram úrslitið í triðja ársfjórðingi 2015. Nettotapið var 112,6 milliónir krónur. Tøkur peningur var 34 milliónir krónur, og eginognin hjá Atlantic Petroleum var 314,6 milliónir krónur tann 30. september. Framleiðslukostnaðurin á oljuleiðunum er hægri enn oljuprísurin, og støðan er tí ikki haldbar. Vit royna enn at fá til vegar fígging ella eina loysn á Orlando útbyggingini, sum krevur nógvan pening, sigur Ben Arabo. Úrslitið kemur um dagar ella vikur, men tað er óvist, sigur hann. Til 1. oktober var framleiðslan hjá Atlantic Petroleum í miðal 1338 tunnur um dagin. Fleiri túsund fólk vóru møtt til mótmælisgonguna, hóast fronsku myndugleikarnir hava sett forboð fyri mótmælisgongum, eftir yvirgangsatsóknina herfyri. Mótmælisfólkini savnaðust í miðbýnum í París, har sum tey høvdu avtalað at hittast, áðrenn myndugleikarnir settu forboð fyri mótmælum. Í dag byrjar veðurlagsráðstevnan, COP 21. Yvir 140 stats og ríkisleiðarar fara at vitja í París tær tvær vikurnar sum toppfundurin er. Haraftrat koma um 40.000 onnur fólk til París. Franska stjórnin hevur givið boð um at herða eftirlitið uppundir ráðstevnuna, og 2.800 løgreglufólk hava fingið boð um at ansa eftir sjálvum ráðstevnuøkinum, sum er í norðrara partinum av París. Afturfyri fær Turkaland í fyrstu syftu góðar 22 milliardir krónur, og ES hevur eisini givið lyfti um, at farast skal undir aftur samráðingarnar við Turkaland um limaskap í ES. Stígur hevur verið í teimum samráðingunum í fleiri ár. Forsetin í ES, Donald Tusk sigur, at talan er ikki um at útlisitera flóttafólkakreppuna, men í sama andadrátti segði hann, at ES væntar, at streymurin av flóttafólkum fer at minka. ES og Turkaland hava í eina tíð samráðst um flóttafólkini, tí yvir tvær milliónir flóttafólk eru í Turkalandi, og roknast kann við, at nógv av teimum fara at seta kós ímóti Europa tá várið nærkast. Fólk, sum arbeiða, lønt ella ólønt, fyri bjargingartænastu eru undir lógini um arbeiðsskaðatrygging á sama hátt sum onnur, sum arbeiða hjá arbeiðsgevara. Tað sigur Henrik Old, landsstýrismaður, sum hevur svarað spurningum frá Bjørn Kalsø, løgtingsmanni, um vanlukkutryggingarlógina og sjálvboðin bjargingarfólk. Eitt óhapp á bjargingarbátinum Lív gjørdi, at allir bjargingarbátar uttan Ziska hava ligið eina tíð, tí at kvinnan, sum fekk skaða í knæið um borð á Lív, fekk onga skaðabót frá tryggingini ella Vanlukkutryggingarráðnum. Vanlukkutryggingarráðið segði, at orsøkin til skaðan var ikki ávirkan uttanífrá. Vanlukkutryggingarráðið skuldi viðgera málið av nýggjum hósdagin í síðstu viku. Hevur tú roynt at gera tína egnu jóladekoratión eins og børnini í Alt í 1um So vilja VIT sera fegin sleppa at síggja hana, og leggja hana her inn á okkara heimasíðu. Mentamálaráðið fær hvassa átalu frá Landsgrannskoðanini, tí framvegis er ikki samsvar millum lógina frá 1984 um stuðul til musikkskúlar og, hvussu lógin verður fyrisitin. Eisini løgtingsgrannskoðararnir hava aftur og aftur, og seinast í februar í ár, hvassliga átalað, at einki ítøkiligt hendir viðvíkjandi Musikkskúlaskipanini. Landsgrannskoðanin heldur, at Mentamálaráðið og skiftandi landsstýrisfólk hava skákað sær undan at loysa trupulleikarnar við at seta nevndir at kanna, gera uppskot og annað, uttan at ítøkilig úrslit eru komin burturúr. Samanumtikið ber til at siga, at fyrisitingarligu mannagongdirnar í 30 ár hava ikki verið í tráð við allar ásetingarnar í lógini. Men hóast landsstýrisfólkini hava vitað um vantandi samsvarið, er lógin óbroytt og fyrisitingin ikki sambært lógini. Í februar 2003 vísti Landsgrannskoðanin á, at ósamsvar er millum grein eitt í lógini um, at landskassin letur studning, og grein fimm um, at landsstýrisfólkið setir lærararnar í starv. Seinast, Landsgrannskoðanin frætti úr Mentamálaráðnum, var í november í ár. Og tá var einki ítøkiligt hent. Lógin er framvegis ikki broytt. Tað er sjálvandi ensku soldátarnar Mina Reinert sipar til. við heitinum, tí mentanin í Vágum fekk nógv afurat, tá bretsku hermenninir komu í Vágar. Saman við Guðruni Rógvadóttir er Guðrun Ludvig høvuðskvinnan handan fyritøkuna, sum er nógv annað enn ein stjørnutroyggja og ein handil í Havn. Eitt nú hava Guðrun Guðrun í løtuni handlar eitt nú London, Keypmannahavn og Oslo og so selja tær eisini sínar vørur í Isetan, sum telist millum mest týdnarmiklu mótahandlarnar í Japan. Útgávan er komponerað og tikin upp á ferð kring heimin. Steðgað var í sjey ymiskum tónleikamentanum millum annað tí føroysku. Tilgongdin fevndi um eitt hálvt ár. Framferðarhátturin var, at eingin ætlan var løgd frammaundan, tá tónleikarin kom til eitt nýtt stað. D455 Gongustjørnan hjá stjørnutjóvinum l Lítli prinsur og revur eru á ferð við flogfarinum. Knappliga leggur prinsurin til merkis, at stjørnurnar á himmalhválvinum slókna ein fyri og onnur eftir. Nú er at skunda sær. Nevndarlimirnir fáa eisini endurgjald fyri ferðing. Um so er, at nevndarlimur eisini er limur í øðrum nevndum, sum eru dóttirfeløg hjá SEV og bygginevndum, so fær viðkomandi eisini eyka samsýning fyri hetta arbeiðið, alt eftir hvussu umfatandi arbeiðið er. Samlaða samsýningin til nevndina í SEV verður í ár væntandi 1,1 millión krónur. Vanliga hevur SEV fastan nevndarfund eina ferð um mánaðin, umframt at SEV eisini hevur eykanevndarfundir, fundir við kommunur, aðalfundir og aðrar fundir við myndugleikarnar. Fyri 2016 verður samsýningin til nevndina væntandi 100.000 krónur afturat, so samlaða útreiðslan verður 1,2 millión krónur. SEV leggur í løtuni seinastu hond á tvey nýggj almenn partafeløg dóttirfeløg , sum eisini skulu hava nevndir. Annað felagið skal taka sær av teimum fimm vindmyllunum í Neshaga, hitt skal taka sær av virkseminum við teimum 13 vindmyllunum í Húsahaga. Ætlanin er, at hesi bæði almennu partafeløgini hjá SEV skulu fara til verka 1. januar, og í løtuni verður bíðað eftir, at landsstýrið skal góðkenna stovningarsamtyktir og viðtøkur. Í nevndini í SEV sita sjey limir. Sýslurnar í Vágum, Streymoy, Eysturoy, Norðoyggjum og Sandoy eiga hvør sín lim, og Suðuroy og Tórshavnar kommuna eiga eisini hvør sín nevndarlim. Formaður í nevndini er Jákup Suni Lauritsen. Politiið fekk klokkan tíggju minuttir í trý gjáramorgunin fráboðan um, at ein 35 ára gomul kvinna varð neyðtikin í einum húsum í miðbýnum í Havn. Ósamsvar er millum frágreiðingina hjá kvinnuni, sum meldaði, og hjá manninum. Millum annað um, hvar tey skulu hava verið saman hetta kvøldið. Annar partur sigur uttandurða og hin innandurða. Maðurin var tí seinnapartin í gjár latin leysur aftur. Løgreglan kannar nú frágreiðingarnar hjá báðum pørtum um hald er í teimum. Tað skuldi vera ein góður fríggjadagur. Vágbingurin, Martin Karl Olsen, gjørdi klárt til at mála hús henda dagin og gleddi seg annars til eina veitslu, hann skuldi í um kvøldið. Men tað bleiv alt annað enn ein góður dagur. Meðan tann tá 29 ára gamli Martin Karl Olsen stendur eini átta metrar uppi í stiganum og skal trekkja seymir úr, gongur galið. Tann eini seymurin situr ikki so fastur, sum Martin Karl Olsen heldur, og hann missir tí balansuna og dettur í stiganum. Annað beinið boygdist ikki frameftir, sum tað vanliga ger, men aftureftir, í tí eg lendi aftur. Eg kann als ikki lýsa ta pínuna, sum eg merkti. Tað var nakað so øgiligt, sigur Martin Karl Olsen, sum kom á Landssjúkrahúsið og seinni sama dag bleiv sendur til Danmarkar á Ríkissjúkrahúsið. Á Ríkissjúkrahúsinum vóru boðini frá læknunum greið. Var eg komin tríggjar tímar fyrr, høvdu tey kunna bjargað beininum, men sum støðan var, vóru tey noydd at gera eina amputatión. Tá eg hoyrdi tað, fór eg í svart, og nógvir tankar fóru gjøgnum høvdið, sigur Martin Karl Olsen. Tveir dagar seinni bleiv beinið tikið. Tá eg vaknaði úr narkosuni, hugdi eg niður á dýnuna og sá, at dýnan fór bara niður, har ið beinið og fóturin annars eiga at vera. Tað kendist svárt, sigur Martin Karl Olsen. Í Vegamótinum fortelur Martin Karl Olsen millum annað um hendingina, um tíðina á Ríkissjúkrahúsinum, og hvussu hann í dag hevur ein heilt vanligan gerandisdag við eini framkomnari beinprotesu. Tey, ið verða vald í ta endaligu smakkidómsnevndina, fáa samsýning fyri hvørja ferð, tey verða tilkallað at luttaka í professionellu royndunum. Fyri at vera skikkaður til smakkidómsnevndina, skalt tú kunna svara ja upp á hesar spurningar Dámar tær fisk, kjøt og grønmeti Ert tú millum 20 og 60 ár Dugir tú væl at lýsa sansaligu upplivingarnar hjá tær Vilt tú lýsa sansaligu upplivingarnar hjá tær fyri øðrum Umframt peningin, landið hevur mist í veiðigjaldi og avreiðingargjaldi, misti landið eisini 160.000 krónur í fjør, tí rentan varð ikki kravd av ov sent goldnum gjøldum. Tað stendur í ársfrágreiðingini hjá Landsgrannskoðanini fyri 2014. Vørn boðaði frá, at 3,9 milliónir krónur í veiðigjaldi og 700.000 krónur í avreiðingargjaldi vóru strikaðar. Men Landsgrannskoðanin rættaði tølini til ávikavist 3,5 og 1,1 millión. Landsgrannskoðanin ger eisini vart við, at rentan ikki er kravd av gjøldunum fyri makrel og sild. Sambært lógini skal renta krevjast, um ikki verður goldið rættstundis. Vørn roknar ikki rentu og heldur seg ikki hava ábyrgd av tí, men vísti til, at Gjaldstovan skuldi rokna rentuna. Landsgrannskoðanin helt tað ikki vera í lagi, at lógarásettar reglur um renturokning ikki verða fylgdar, og mælti leiðsluni í Vørn til at finna eina loysn, so at kravið um renturokning varð fylgt. Sambært avtalu millum Vørn og TAKS krevur TAKS eftirstøðurnar. Fiskimálaráðið segði seg onga orsøk hava til at halda, at TAKS ikki heldur lógina. Sambært Fiskimálaráðnum sendir Vørn krøvini til TAKS til innheintingar í teirri trúgv, at krøvini íroknað rentur og annan kostnað verða kravd inn eftir galdandi reglum. Lógin sigur, at renta skal roknast, tá tíggju dagar eru farnir, eitt prosent fyri hvønn byrjaðan mánað. Rentan av krøvunum, sum TAKS heintaði inn í fjør, átti at verið góðar 160.000 krónur skrivar Landsgrannskoðanin. Ein 19 ára gamal maður er handtikin fyri at royna at smugla rúsevni til Føroya. Maðurin kom til Føroya við Norr nu, sum kom inn á Havnina úr Hirtshals stutt fyri klokkan átta í morgun. TAKS og løgreglan gjørdu regluligar kanningar av ferðafólki í morgun, og millum annað ungi maðurin varð kannaður. Sjálvur segði maðurin, at talan bert var um 50 gram av hasji. Kanningarnar eru ikki lidnar enn, og er ikki greitt, hvussu stórar nøgdir talan varð um, sigur Hildur Hentze, dagligur leiðari á kriminaldeildini. Bjarni Dalsgaard er fróðarmaður burturav, og í sendingini greiðir hann frá kendu høvundunum og frá ymiskum øðrum viðurskiftum í bygdini, sum upprunaliga hevði seks býlingar. Sigrid Petersen er úr Havn og hevur búð í Skálavík í 15 ár. Tað er nógv stillari í bygdini nú, enn tá hon kom higar. Vit hitta eisini yngsta sonin, Suna Herman, sum er 10 ára gamal. Skálavík var ein landbúnaðarbygd burturav. Nú er ein bóndi við mjólkineytum eftir í bygdini. Eynar Martin Kjærbo bóndi sigur, at fjósið er ótíðarhóskandi, og hansara dreymur er at fáa nýtt fjós. Men so má hann hava meira bø at velta, og fyri at tað kann bera til, verður neyðugt at makaskifta. Kioskkonan í Skálavík, Elisabeth Myllhamar, hevur allar vanligar neyðsynjarvørur. Hon ivast ikki í, at bygdin fer at vaksa aftur, tá Sandoyartunnilin er komin. Hotel Skálavík spílar seg út og tað hevur fingið stóran týdning fyri bygdina og oynna. Í mars í ár yvirtók Smyril Line raksturin av hotellinum, og nýggjur leiðari er Eydna Hansdóttir Elttør, ið vísir okkum runt á hotellinum. Skálavíkar kirkja hevur elstu kirkjuurguna í landinum, sum framvegis er í brúki, og eisini elstu altartalvuna, ið er frá 1679. Harafturat eru serligir træskurðir hjá navnframa Tróndi á Trøð í kirkjuni. Torfinnur Mortensen, klokkari, greiðir frá kirkjuni. Brynja Trondesen hevur havt klædnahandil í Skálavík í yvir 30 ár. Hóast tað hevur verið upp og niður, hevur hon ongantíð angrað, at hon fór at selja kvinnuklæðir í her. Palli á Lava Olsen er umsjónarmaður hjá kommununi. Hann ivast ikki í, at fólk fara at flyta aftur til Skálavíkar, tá Sandoyartunnilin er komin, tí eini sethús í Skálavík eru nógvar ferðir bíligari enn í Havn. Nú ein mánaður er eftir av starvstíðini hjá Sólju í Ólavstovu, hevur Løgtingið framvegis ikki tikið støðu til um hon skal halda fram í starvinum. Knappliga 1.300 útlendingar búgva í Føroyum, og fleiri brúka tilboðini, sum eru í at fáa undirvísing í føroyskum. Tórshavnar kvøldskúli hevur 20 vikur skeið, og privat átøk eru eisini ymsastaðni. Í Máltíð hesaferð skifta Bergljót av Skarði og Jørleif Kúrberg orð um tað at undirvísa í føroyskum sum fremmandamál. Vit kava eisini niður í útvarpssavnið, har vit finna gamlar tekstir, sum fáa okkum at steðga á málsliga, og vit enda við eini hugleiðing av hátúni hjá Peturi Øster. So nógvir útlendskir handverkarar eru komnir til landið seinasta árið, at ein fyritøka nú tekur sær av at vera bindilið millum byggifyritøkurnar og útlendsku handverkararnar. Teirra uppskot er, at bygningurin verður 8,5 metrar høgur við 18,5 metrar høgum torni, og bygningurin skal hava flagtak. Bygningurin verður 640 fermetrar stórur og í tveimum hæddum. Endamálið við útsjóndini er at sameina íslendskan byggisið við muslimska. Í 2013 avgjørdi býráðið í Reykjavík at geva Muslimska felagsskapinum øki at byggja á í Sogamýru. Nógv hava funnist at avgerðini, tí tey stúra fyri, at moskan gerast grundarlag fyri islam radikalisering, og at hon fer at gera óbøtandi broyting í býarmyndini í Reykjavík og í íslendska samfelagnum. Skelkaður forseti Og nú leikar aftur hart á í kjakinum, eftir at íslendski forsetin, Ólafur Ragnar Grímsson, boðaði frá at hann var skelkaður av at frætta, at stjónin í Saudi Arabia fer at stuðla byggingini við einari miljón dollarum. Sambært nýggja uppskotinum hjá Fíggjarmálaráðnum fáa meira enn 28.300 føroyingar skattalætta í 2016. Knappliga 6.200 skattgjaldarar fáa meira enn 700 krónur um mánaðin í skattalætta og 12.700 fáa meira enn 500 krónur um mánaðin í skattalætta. Størsta skattalættan fáa tey, sum tjena millum 19.600 og 27.500 krónur um mánaðin. Inntøkur oman fyri 500.000 krónur um árið fáa ongan lætta í hesum umfarinum. Í uppskotinum, sum samgongan góðtók í gjár, er nýggjur skattastigi fyri landsskattin. Fyrstu 65.000 krónurnar fara enn sum fyrr at sleppa undan landsskattinum. Síðani skulu 15 prosent, og ikki 20 sum nú, rindast í landsskatti av tí, sum er oman fyri botnfrádráttin, sum eru tær 65.000 krónur Tvey nýggj stig koma inn í landsskattastigan og eitt fer út. Fyri inntøku millum 235.000 krónur og 330.000 krónur verða kravd 20 prosent, fyri inntøku millum 330.000 krónur og 800.000 krónur 25 prosent og 30 prosent av tí, sum er oman fyri 800.000 krónur Skattastigin fyri kommunuskattin verður óbroyttur. Fíggjarmálaráðið væntar, at skattalættin fer at kosta landskassanum 137 milliónir krónur, næstan eitt prosent av føroysku bruttotjóðarúrtøkuni. Tað kemur fram í viðmerkingum, sum Samskifti hevur gjørt í samband við uppskot um broytingar í løgtingslóg um kringvarp og broytt kringvarpsgjald. Mentamálaráðið hevur sent út uppskotið til løgtingslóg til hoyringar. Felagið Samskifti hevur bert viðmerkingar til punkt trý, um at inntøkur frá sjónvarpslýsingum fara í landskassan. Yvirskipað tekur Samskifti undir við, at pengar fyri lýsingar fara í landskassan. Men felagið metur ikki, at lýsingar í Kringvarpinum er ein trupulleiki. Støðan hjá Samskifti er, at tað eru ikki lýsingarnar sjálvar, sum kunnu sáa iva um trúvirðið tað eru pengarnir, sum gera tað. Um Kringvarpið gerst fíggjarliga óheft av lýsingunum, so er trúvirðið tryggjað, sigur felagið. Samskifti mælir til, at lýsingainntøkurnar fara í filmsgrunn, sum millum annað kann verða við til at stimbra føroyska filmsframleiðslu. Samskifti tekur ikki undir við, at lýsingar verða bannaðar í útvarpinum. At banna lýsingar í útvarpinum er við til at minka um talið av lýsingarpallum hjá føroyskum fyritøkum, og harvið eisini teirra samskifti við kundar og aðrar áhugapartar. Hetta verður mett sum óneyðug skerjing. Sýnisgluggin í Kringvarpinum er neyðugur, serliga tí hetta er einasti sýnisgluggi fyri sjónvarpslýsingar í Føroyum. Uppskotið verður lagt fram í morgin, sigur Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður. Hann vil annars ikki gera aðrar viðmerkingar til málið. Sum skilst er upskotið, at Sólja í Ólavstovu verður vald í fimm ár afturat. Men semja er ikki í tinginum um at velja Sólju í Ólavstovu aftur. Fólkaflokkurin og og partar av Sambandsflokkurin vilja hava annan umboðsmann. Samgongan tekur undir við at seta Sólju í Ólavsstovu í enn eitt fimm ára skeið, sostatt er meirluti fyri Sólju í Ólavsstovu. Løgtingsins umboðsmaður verður valdur fyri eitt fimm ára skeið, og í løtuni situr Sólja í Ólavstovu annað skeiðið, sum løgtingsins umboðsmaður. Sostatt hevur hon verið í starvinum í 10 ár. Starvið, sum løgtingsins umboðsmaður, kann ikki lýsast leyst. Í lógini fyri løgtingsins umboðsmann stendur, at Løgtingið velur ein uttantingsmann fyri eitt 5 ára skeið at hava innlit við fyrisiting heimastýrisins. Eisini stendur Hevur Løgtingið ikki longur álit á umboðsmanninum, kunnu tveir triðingar av løgtingsmonnunum loysa hendan úr starvi. Jólamerkjagrunnurin hevur til endamáls at býta út ágóðan av søluni av jólamerkjum, ið Posta gevur út á hvørjum ári. Grunnurin stuðlar samfelagsgagnligum verkætlanum fyri børn og ung. Gyðja Johannesen, leiðari á Barnaheiminum, sigur, at tey høvdu ynskt at verið uttanlands við børnum og ungum minst eina ferð um árið, men sum støðan er, loyvir raksturin tað ikki. Fyri børn hava upplivingar stóran týdning fyri trivnað og menning. Í grannalondum okkara er vanligt, at stovnar av okkara slagi fara uttanlands tvær ferðir um árið, tí tað er mennandi hjá børnunum at koma út úr sínum vanliga umhvørvi. Svanbjørg Manai, stjóri á Frímerkjadeildini, ásannar, at frímerkjasølan minkar nakað á hvørjum ári, men hon væntar kortini, at gávur verða givnar í øllum førum í nøkur ár aftrat. Send okkum títt orð seinast 8. desember. Bestu boðini vera við í atkvøðugreiðslu á heimasíðuni. Fyrrverandi spælskiparin hjá Mjølnir, Thorvald Danielsen, hevur vunnið sær fast pláss á besta liðnum hjá Randers Novo Volley í bestu donsku flogbóltsdeildini. Thorvald hevur í nógv ár verið millum bestu spælararnar hjá Mjølnir og eisini á landsliðnum. Síðani hann flutti til Danmarkar hevur hann vilja roynt seg í kappingini millum teir bestu, og tað hevur eydnast honum. Hann valdi at spæla fyri Randers Novo Volley, og har hevur gingið so væl, at Thorvald Danielsen hevur vunnið fast pláss millum teir seks sum byrja inni. Gongdin í ár hevur verið eitt sindur skiftandi. Liðið hevur tapt fýra av fimm dystum, men hevur bara tapt tann eina dystin 3 0. Tí er Randers Novo Volley nú á sætta plássi í bestu donsku deildini. Umframt sigurin, sum var móti fyrrverandi donsku meistarunum úr Middelfart VK, ið var í DM finaluni í fjør, hevur Randers eisini vunnið tvey sett ímóti einum øðrum fyrrverandi donskum meistaraliði, Boldklubben Marienlyst. Nú sunnudagin hevur Randers Novo Volley tó fyribils sína størstu uppgávu. Tá koma donsku meistararnir Gentofte Volley á vitjan. Gentofte hevur vunnið allar sínar fyrstu fimm dystir í kappingini, og liggur tí einsamalt á odda í kappingini við 14 stigum. Randers hevur fýra stig. Børn menna seg kropsliga við at íðka ítrótt, men Ítróttur snýr seg ofta um kapping og um at vinna. Tá detta altíð nøkur børn ímillum, og fáa hesi tí ikki altíð ta neyðugu motoriska stimbranina, sum børn helst skulu fáa. Kom við til spæliland snýr seg tí um spæl, tónleik og rørslur á ein hátt, har øll børn kunnu vera við. Umframt sangtekstir og myndir, inniheldur bókin eisini nótar og akkordir. Á fløgunum kann ein velja, um ein vil hoyra onnur syngja sangirnar, ella sjálvur syngja karaoke. Eisini er ein fløga við søgum, ið eru um høvuðspersónarnar í sangunum. Undirvísingartilboðið í føroyskum til útlendingar er ikki nøktandi. Gamaní er 20 vikur skeið sett á stovn í Tórshavnar kvøldskúla og privat átøk eru eisini ymsastaðni. Men føroyskt sum fremmandamál er ikki lærugrein, og undirvísingartilfar manglar. Tað siga tey bæði, Bergljót av Skarði og Jørleif Kúrberg, sum bæði undirvísa útlendingum í føroyskum hvørja viku. Meira verður at hoyra um hetta í sendingini, Máltíð, sum kemur eftir tíðindini klokkan 17 í dag. Føroyskt til útlendingar er evnið í sendingini í dag. Bygginevndin varð sett í august 2013. Arbeiðið hjá nevndini kom í drag, tí bíðað var eftir boðum frá Tórshavnar kommunu um, hvar byggjast kundi. Mentamálaráðið fekk á heysti í fjør boð um, at Tjóðleikhúsið verður á Skálatrøð. Fyrst í mai í ár boðaði kommunan frá, at serstøk byggisamtykt verður gjørd fyri økið. Sambært Mentamálaráðnum ímyndar bygginevndin sær, at Tjóðleikhúsið verður 4.000 fermetrar, og tá eru bilpláss og annað øki uttan um bygningin tald við. Føroya rættur hevur dømt reiðaríið hjá Beinisvørði at rinda teimum átta monnunum 1,8 milliónir krónur, sum teir áttu til góðar frá makrelveiðuni. Reiðaríið hevði av sínum eintingum gjørt av at rinda manningini 1.750 krónur um dagin í hýru, men tað var nógv minni enn sáttmálin ásetti, staðfesti rætturin. Tí stevndi Fiskimannafelagið eftir pengunum, og fekk viðhald í rættinum. Reiðaríið hjá ísfiskatrolaranum hevði ongan rætt at fara uttanum sáttmálan og bara áseta eina dagløn fyri makrelfiskiskapin í 2011. Tað hevur Føroya Rættur staðfest, eftir at Føroya Fiskimannafelag fyri manningina, stevndi reiðarínum. Reiðaríið er dømt at rinda manningini hýru við rentum fyri tríggjar túrar í 2011. Samgongan sminkar fíggjarlógina næsta ár við at játta pengar í eykajáttanarlógini fyri oktober í ár, sum heilt vist ikki verða brúktir fyrr enn næsta ár. Eykajáttanarlógin kemur til triðju viðgerð í tinginum í morgin, og Ruth Vang, forkvinna í nevndini, sigur, at hon fer at biðja um at aa málið aftur í figgjarnevndina. Pál Weihe, formaður í Fólkaheilsuráðnum, sigur, at viðgerðin fyri eyðkvæmi í okkara parti av heiminum er so góð, at minni fokus er á sjúkuna og fatanina av vandanum at fáa eyðkvæmi. Men nýggir tilburðir serliga í Eysturevropa gera, at eisini føroyingar, sum ferðast uttanlands, eiga at hugsa seg væl um. Og tað eigur at verða mint á, at eyðkvæmi framvegis kann vera ein álvarsom sjúka. Hóast tey ymiskar meiningar um politikk, fara politisku ungmannafeløgini í næstum at skipa fyri einum stuðulstiltaki til frama fyri Í menniskjum góður tokki , sum Barnabati nú umsitur. Val av Løgtingsins umboðsmanni er fyrst á dagsskránni fyri tingfundin, sum byrjar klokkan 11.00. 8.oktober í 2010 varð Sólja í Ólavsstovu afturvald til Løgtingsins umboðsmann til 31.desember í ár. Tað er komið í drag at velja Løgtingsins umboðsmann fyri næstu fimm árini, tí semja er ikki í løgtinginum um at velja Sólju í Ólavsstovu. Løgtingsformaðurin, Páll á Reynatúgvu, vil einki siga um málið. Og Sólja í Ólavsstovu hevur heldur ongar viðmerkingar. Men sum skilst er uppskotið, sum verður lagt fyri tingið í dag, at Sólja í Ólavstovu verður vald fyri fimm ár afturat. Fólkaflokkurin og nakrir í Sambandsflokkinum vilja hava onkran annan í starvið, men samgongan tekur undir við at velja Sólju í Ólavsstovu. Starvið, sum Løgtingsins umboðsmaður kann ikki lýsast leyst. Løgtingið velur fólk í starvið eftir uppskoti frá formanninum. Tá løgtingið tann 8. oktober í 2010 valdi Løgtingsins umboðsmann atkvøddu 22 fyri, eingin ímóti og heldur eingin atkvøddi blankt. Ættleidd børn yngri enn 18 ár eru ikki javnsett við onnur børn yngri enn 18 ár í revsilógini. Tey, sum hava samlegu við skyldfólk, til dømis við børn, kunnu verða dømd seks ára fongsulsrevsing. Men er talan um ættleidd børn er hámarkið í revsilógini fýra ár. Annika Olsen, løgtingskvinna, legði í gjár uppskot fyri Løgtingið um at broyta revsilógina, so munur ikki verður gjørdur á teimum, sum kynsliga gera seg inn á ættleidd børn ella biologisk børn, sum eru yngri enn 18 ár. Tað vóru mistøk hjá flogskiparunum og tekniskir trupulleikar við flogfarinum, sum 28. desember í fjør fingu eitt flogfar hjá Air Asia at detta niður, tá tað var á veg úr Surabaya í Indonesia til Singapore. Tað vóru fleiri trupulleikar við útgerðini, og tá flogskipararnir høvdu fingið fleiri fráboðanir um tekniskt brek, tóku teir avgerð um at sláa automatisku stýringina frá, meðan teir ætlaðu at umvæla trupulleikarnar. Men tað var lættari sagt enn gjørt, tí trupulleikar vóru við fleiri loddingum, hava kanningar víst. Handfaringin av støðuni var ikki nóg góð, og tað hevði við sær, at flogfarið datt niður, stendur í frágreiðingini. Hjá bamsunum Bjartali og Bjarna hendir altíð okkurt óvæntað og skemtiligt. Bartali dámar væl at fiska, og Bjarni spælir tónleik. Saman hjálpa teir mammu síni at keypa, teir vitja ommu og abba sín, og teimum dáma sera væl at hoyra søgur og at eta pannukøkur. Hetlendska landspartastjórnin setti 4,2 milliónir pund í P f Smyril Line, sambært kursinum í dag er talan um góðar 44,6 milliónir krónur Men Norr na gavst at sigla til Hetlands í 2007. Tey, sum settu hetlendskar pengar í Smyril Line, hava verið fyri atfinningum síðani, tí almenna íløgan fyri tíggju árum síðani vísti seg ikki at gagna Hetlandi, tá avtornaði. Men nú eru so 137.000 pund, fyri skatt, komin aftur sum vinningsbýti, skriva Shetland News . 137.000 pund eru knappliga hálv onnur millión krónur. Sambært Shetland News argar tað enn tann dag í dag hetlendingar at síggja Norr nu sigla millum oyggjarnar á leiðini millum Føroyar og Danmark. Landspartastjórnin hevur framvegis vónir um at fáa Norr nu aftur til Hetlands og arbeiðir við málinum og kannar fleiri møguleikar. Jú, so er hesin leskiligi chiabudingurin júst nakað fyri teg Hann er eyka lættur at gera, og tú skalt ikki eiga tað stóra inni bert chiafrøini, ið tú kanska mást skaffa tær. Rør saman chiafrø, mandlumjólk og vaniljuekstrakt í einum glasi. Set í køliskápið í minsta lagi 1 tíma og rør í av og á ber eisini til at standa náttina yvir . Blenda banan, jarðber og vatn saman og koyr oman á budingin. Hildur saknaði eitt øðrvísi døgurðatilboð í høvuðsstaðnum og so lat hon upp SMAKKA í Norðurlandahúsinum í Havn, tí hon vildi hava mat, sum er gjørdur frá grundini og ikki var pakkaður inn í nakað, sum hann ikki var. Morgunsendingini vitjaði Hildur Eyðunsdóttir til eitt prát um vistfrøði, vegetariskan mat, Malaysia, Burma og tað at byrja eina fyritøku. Sølan hevur flutt seg frá at vera frá persóni til persón til at vera á netinum, og rúsevnini verða handlað í smáum nøgdum og send til viðkomandi. Higartil hevur tollvaldið lagt hald á fimm sendingar við sera vandamikla syntetiska evninum MDMD, sum í summar kostaði einari 19 ára gamlari danskari gentu lívið. Eisini serligi narkobólkurin hjá løgregluni sigur seg síggja nógv meira av sterkum rúsevnum, eisini MDMA, í umhvørvinum. Maðurin, sum átti teir 17 seyðirnar, sum vórðu funnir deyðir í einum húsi við Stóravatn í Sandoynni páskadag, 5.apríl, er nú skuldsettur fyri at hava brotið djóraverndarlógina. Hann fekk eina bót uppá 10.000 krónur og hevur goldið bótina, sigur Linda Hesselberg, ákæri. Bóndin varð ákærdur fyri at hava brotið djóraverndarlógina. Bóndin varð ákærdur tí hann fór av landinum, og tískil ikki var nóg væl um seyðirnar, sigur Linda Hesselberg, ákæri hjá løgregluni. Um bøndur sum missa seyð, tí seyðurin er langt frá húsum í framtíðini kunnu rokna við at fáa bót, er ikki vist. Tað veldst um umstøðurnar, sigur Linda Hesselberg. Stóra veðurlagsráðstevnan COP21 er í París í Frankaríki í hesum døgum. Lau Øfjord Blaxekjær á Fróðskaparsetur Føroya luttekur sum granskari á COP21, men hann er eisini føroyskt umboð í bólkinum fyri Ríkisfelagsskapin, og skal millum annað kunna landsstýriskvinnuna um samráðingarnar og gongdina annars á COP21. Valið av Løgtingsins umboðsmanni gekk ikki, sum løgtingsformaðurin ætlaði. Fyrsta mál á skránni fyri løgtingsfundin, sum skuldi byrja klokkan 11 fyrrapartin, var val av umboðsmanni. Tá avtornaði skrivaðu 13 tinglimir úr Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum og Miðflokkinum undir eitt skriv til løgtingsformannin, har teir bóðu um at fáa valið av umboðsmanni útsett. Áheitanin varð sett fram, vísandi til grein 50, stk.2 í tingskipanini. Henda greinin sigur, at um so er, at seks tingmenn mæla til tað, verður ikki atkvøtt um evnini á sama fundi, tey eru skotin upp, men seinni á einum fundi, sum løgtingsformaðurin hevur ásett. Áheitanin noyddi løgtingstingformannin at útseta tingfundin, meðan umsitingin hjá Løgtinginum viðgjørdi spurningin. Niðurstøðan hjá umsitingini var, at henda greinin í tingskipanini kann ikki brúkast í einum máli av hesum slag. Valið av Umboðsmanni gjørdist eitt diktat frá løgmanni og varaløgmanni, sigur Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum. Eisini Jenis av Rana og Bárður á Steig Nielsen, formenn í Miðflokkinum og Sambandsflokkinum, finnast at tilgongdini. Lesandi í Føroyum fáa kortini ikki meira í lestrarstuðli í 2016, hóast tað stendur í samgonguskjalinum. Men ætlanir eru um at broyta lestrarstuðulin í 2017, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í Mentamálum. Tað er felagsskapurin Barnabati, sum í ár umsitur jólahjálpina hjá Í menniskjum góður tokki . Í gjárkvøldið høvdu 330 fólk søkt um jólahjálp, og felagsskapurin væntar at fáa 100 umsóknir aftrat í dag. Djóni Eidesgaard er aðalskrivari í Barnabata. Játtanin til føroyska filmsvinnu veksur úr 700.000 krónum í ár upp í 900.000 krónur í 2016. Hóast vøksturin, so metir Jákup Veyhe, nevndarformaður í filmsverkstaðnum Klippfisk, ikki, at upphæddin er nøktandi. 39 prosent av teimum, sum eru 56 ár og eldri, siga, at tey fara at atkvøða fyri, vísir ein veljarakanning, sum danska kringvarpið hevur latið gera. Tey ungu í aldursbólkinum 18 34 ár eru ímóti. Sambært kanningini svara 38 prosent av teimum spurdu í hesum aldursbólki, at tey fara at atkvøða nei. Derek Beach, lektari á stovninum fyri statskunnleika á lærda háskúlanum í Aarhus, sigur, at orsøkin til, at tey ungu ikki taka undir við at avtaka rættarfyrivarnini, er, at ES er so nógv broytt seinastu árini. Tey ungu harafturímóti minnast ES sum ein felagsskap við nógvum trupulleikum, eitt nú tá ið ræður um evruna og flóttafólk, sigur Derek Beach við danska kringvarpið. Í morgin fara danir á fólkaatkvøðu um rættarfyrivarnið í ES. Atkvøðan verður millum annað avgerandi fyri, um danir sleppa at vera verandi í løgreglusamstarvinum, Europol. Hetta samstarvið hevur sera stóran týdning fyri donsku løgregluna, sigur Rikke Albrechtsen, ES korrespondentur. Úrslitið av fólkaatkvøðuni kann eisini fáa ávirkan fyri føroyingar. Fer Danmark upp í rættarsamstarvið í ES kann tað taka longri tíð at fáa neyðugu lógirnar ella lógarbroytingar á rættarliga økinum í gildi í Føroyum, sigur Nella Festirstein, deildarstjóri á Løgmansskrivstovuni. Atkvøða danir nei á fólkaatkvøðuni kann hetta eisini ávirka Føroyar. Politiið kann tá ikki longur brúka evropeiska løgreglusamstarvið, Europol, sigur John Kølbæk, fúti. Blóðroyndirnar, sum verða brúktar til at stafesta CTD hjá pinkubørnum, eru als ikki eftirfarandi.Tí fara føroysku heilsumyndugleikarnir at ílegukanna børn fyri CTD. Hetta er ein loysn, sum landsstýrið ikki vildi hoyra talan um í 2009, tá ein screening var sett í verk av øllum føroyingum, sum skuldi avdúka, hvør hevði ílegusjúkuna, CTD. Ein sum var ógvuliga atfinngarsamur mótvegis ætlanini hjá landsstýrinum er Hans Atli Dahl, sum fanst at veikleikum við blóðroyndunum. Millum annað at Carnitin tølini á gomlum PKU kortum kunnu broytast við tíðini, umframt at nýggju PKU kortini ikki eru eftirfarandi, tí tey í stóran mun kunnu vísa tølini hjá mammuni og ikki hjá barninum. Arbeiðið má ikki kosta meira enn 11 milliónir krónur. Lógaruppskotið kom í tingið seinnapartin í gjár. Tað hevði so stóran skund, at víkið varð frá øllum tíðarfreistum. Uppskotið hjá Henrik Old, landsstýrismanni, var ikki í nakrari nevnd og vendi. Stundir vóru heldur ikki at senda uppskotið til hoyring. Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum hevur nú skorið eykajáttanarlógina hjá landsstýrinum til, so pengar, sum ikki verða brúktir í ár, fara úr lógini og í fíggjarlógina fyri 2016 í staðin fyri. Hóast eykajáttanarlógin var samtykt eftir aðru viðgerð, vildi minnilutin í Fíggjarnevndini hava hana aftur í nevndina, tí minnilutin, andstøðan, heldur, at landsstýrið brýtur játtanarlógina við eykajáttanarlógini. Landsstýrið flytur pengar, sum ikki verða brúktir fyrr enn næsta ár, til í ár, segði minnilutin. Minnilutin vísti í tí sambandi til eitt upprit, hann fekk frá umsitingini hjá løgtinginum. Tað gjørdi tingið eftir at hava samtykt eitt uppskot frá samdari Fíggjarnevnd um, at nevndin fer í álitinum um fíggjarlógina fyri 2016 at seta tær játtanir, sum ikki verða brúktar í 2015. Tær verða tí tiknar úr eykajáttanarlógini fyri 2015. Tingfólkini siga, at ein loysn kundi verið at savna øll aðalráðini í einum og sama bygningi, og innrætta bygningin soleiðis, at ikki slepst undan, at starvsfólkini arbeiða saman. Jú, so er hesin leskiligi chiabudingurin júst nakað fyri teg Hann er eyka lættur at gera, og tú skalt ikki eiga tað stóra inni bert chiafrøini, ið tú kanska mást skaffa tær. Rør saman chiafrø, mandlumjólk og vanilju ekstrakt í einum glasi. Set í køliskápið í minsta lagi 1 tíma og rør í av og á ber eisini til at standa náttina yvir . Blenda banan, jarðber og vatn og koyr omaná budingin. Fólkini, ein maður og eina kvinna, flýddu í einum bili, sum løgreglan jagstraði. Tað endaði við skotbardaga, og gerningsfólkini doyðu. Greinin heldur fram niðanfyri. Eisini verður nevnt, at talan kann vera um yvirgang. 14 fólk doyðu og 17 vórðu særd, tá fólkini trokaðu seg inn á miðstøðina við tungum vápnum. Marjun Lómaklett, prestur, fer at hava gudstænastuna. Hon vísir á, at tað helst verða fólk við ógvuliga ymiskari bakgrund, sum koma í kirkju hesa løtuna, og hesum verður hædd tikin fyri. Nýggju stuttsøgusøvnini eftir Arnbjørn Dalsgarð og Ingun Christensen vórðu til viðgerðar í gjár. Bergur D. Hansen og Vár í Ólavsstovu ummæltu. Eisini hittu vit nýggja ritstjóran á Varðanum, Dorit Hansen, og Árna Dahl, sum á forlagnum Fannir gevur út eldri føroysk leikrit. Tá Theodor Eli Dam Olsen las guðfrøði og búði á Regensen í Keypmannahavn, las hann eisini blaðið Euroman. Tað eru mong á síðani, at hann gjørdist liðugur við lesnaðin og flutti heim til Føroya. Nú er hann prestur í Suðurstreymoyar norðara prestagjaldi, men hann lesur framvegis danska lívsstílsmagasinið. Tað bleiv alment, tá blaðið í seinastu útgávuni kunngjørdi, at Theodor Eli Dam Olsen vann heiðurin fyri at hava skrivað Brævið henda mánaðin . Ráðið fyri Brekað og Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum, skipa í dag fyri hátíðarhaldi í Norðurlandahúsinum, í samband við at altjóða brekdagur er í dag. Hvørt ár verður nýggj yvirskrift sett fyri dagin, sum í ár er Inklusjón hevur týdning við undirheitinum Atgongd og myndugleiki til fólk við øllum førleikum . Skráin fevnir víða, sum sagt verður í samrøðuni við Tóra við Keldu, forkvinnu í Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum og Barbara á Tjaldrafløtti, sum er forkvinna í Ráðnum fyri brekað. Mynd Norðlýsið Tóra við Keldu, forkvinna í Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum, Eyðgunn Samuelsen landsstýriskvinna, og Barbara á Tjaldrafløtti, forkvinna í Ráðnum fyri brekað. Nú um dagarnar kom út fyrsta heildarsavnið av stuttsøgum eftir Arnbjørn Ó. Dalsgarð. So hon starir inn í veggin er heitið á savninum. Tann knappi, eitt sindur gátuføri stílurin, ið møguliga hevur røtur aftur til amerikanska høvundin Raymond Carver, er týðiligur. Arnbjørn, sjálvur ritstjóri á Vensil, og leiðari á Býarbókasavninum í Havn, stígur nú fram sum stuttsøguhøvundur við fyrsta savninum. Bergur D. Hansen, bókmentafrøðingur, ummælir savnið. Fleiri og fleiri foreldur avgera, at teirra børn ikki skulu eta sukur hvørki heima ella á stovni. Men ger tað nakað, um børnini fáa okkurt søtt við í matpakkan Vit tosa við Miriam Johannesen, stovnsleiðara á stovninum Sólareygað, Honnu Flóvinsdóttir, ið er mamma at gentu, ið ikki fær sukur, og við Magna Mohr, ítróttagranskara og lektara á Fróðskaparsetri Føroya, um hetta evnið. Vit spyrja eisini Hannebeth Dam, námsfrøðing, hvussu nógv matpakkin er broyttur seinastu 50 árini. Sonevnda Matpakkahondin og Kostkumpassin og annað hjá Fólkaheilsuráðnum kanst tú lesa meira um her. Ein spennandi ritroynd og ein høvundur, vit vónandi fara at fáa meira frá. Tað heldur Vár í Ólavsstovu um Ingun Christensen, sum er aktuel við stuttsøgusavninum Skuggamyndir . Vit hitta høvund, Páll Danielsen lesur eina av søgunum, og Vár ummælir savnið. Bretsk flogfør hava í nátt bumbað mál hjá Islamskum Stati í Sýria. Parlamentið í London samtykti í gjárkvøldið at heimila herinum at bumba við flogførum í Sýria. Bretskar deildir hava bumbað IS í Irak í meiri enn eitt ár, og David Cameron, forsætisráðharri, hevur leingi lagt trýst á politikararnar í parlamentinum um eisini at fáa heimild at bumba í Sýria. Cameron leggur dent á, at bumbur einsamallar loysa ikki borgarakríggið í Sýria, sum hevur vart í fimm ár. Men loftálop fara sum frálíður at týna Islamskan Stat, sigur hann. Eingin hevur víst áhuga fyri at yvirtaka felagið, og tí arbeiðir felagið við einum uppskoti um at fáa fyristøðufelagið, Nexen, at yvirtaka tvey øki í Norðsjónum. Tað gongur illa hjá Atlantic Petroleum, og í dag er virðið á partabrævinum 9,25 krónur. Virðið er fallið 80 prosent seinasta árið. Hoyr alla samrøðuna við Ben Arabo, stjóra í Atlantic Petroleum. Umframt at øll pinkubørn í Føroyum skulu kannast neyvari fyri CTD, verða tey eisini kannað fyri Cystiska fibrosu, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum. Politiski viðmerkjarin og eygleiðarin hjá TV2 og EkstraBladet greiddi í morgunsendingini frá trupla spurninginum, sum fólkaatkvøðan sambært honum er. Hans Engell sigur eitt nú, at valdysturin hevur verið deyðligur, og at veljarin er ørkymlaður um, hvat í roynd og veru atkvøðast skal um. Valhølini lótu upp klokkan átta í morgun lokala tíð og lata aftur klokkan sjey. Roknað verður við, at ein ábending um endaliga úrslitið fæst klokkan níggju og klokkan tíggju verður formansumfar á DR1. Í morgunsendingini mikumorgunin greiddi hon frá síni yrkisleið, avbjóðingunum við ferðavinnuni í Føroyum, um týdning at standa saman um okkara land, og um eina heilt serliga trummu, sum hon hevur havt við sær úr Grønlandi. Eg skuldi bara vera burtur í trý ár, men trý bleiv til 13, sigur Theresa Thuridardóttir Kreutzmann, sum eisini viðmælir øðrum til at gera sær royndir uttanlands, áðrenn tey venda heimaftur. Í sending hoyra vit standardar av live plátunun The Cure við Keith Jarrett Trio frá 1991. Trioina manna Keith Jarrett, klaver, Gary Peacock, bass, og Jack DeJohnette, trummur. Vit hoyra trý løg av hesa fralíku konsertplátuni, sum eg sjálvur í eina tíð helt vera tann besta sum trioin hevði innspælt, men tað er tó trupult at siga, hvør av teirra mongu plátum í veruleikanum er tann besta, tí tær eru allar ómetaliga góðar, hvør uppá sín máta. Vit hoyra fyrst eitt Be Bop lag hjá trompetistinum, Dizzy Gillespie, sum saman við Charlie Parker grundlegði Be Bop stílin í fyrru helvt av 1950 unum. Be Bop varð til sum eitt mótsvar uppá jazztónleikin frá 1930 unum og 40 unum sum varð vorðin ógviliga poleraður og varð vorðin tíðarinnar pop tónleikur. Be Bop breyt upp úr nýggjum við tað nú snúði tað seg um at spæla intrumentalar melodiir og at skiftast um at spæla soloir sum eisini er generelt galdandi fyri Keith Jarrett Trio og teirra tilgongd til at spæla standardar. Síðani hoyra vit ein sang, sum upprunaliga varð skrivaður til ein film hjá Paramount Pictures í 1947. Talan er um sangin Golden Earrings til filmur av sama navni. Meginparturin av Amerikansku Standards sangbókini eru nettup sangin, ið eru skrivaðir til filmar ella til Broadway sangleikir, sum síðani eru vornir til jazzstandardar av tí at jazztónleikarar fóru at brúka teir til at improvisera yvir. Til seinast hoyra vit eitt lag hjá Duke Ellington frá Big Band tíðini sum var í 1930 unum og 40 unum. Lagið, Things Ain t What They Used To Be, varð skrivað av Mercer Ellington, ið var sonur Duke Ellington. Duke útsetti lagið fyri hansara Big Band og bleiv hetta eitt av teimum best umtóktu Ellington løgunum, eins og Take The A Train, Satin Doll og mong onnur. Lagt til rættis Arnold Ludvig. Meira enn 9.500 bilar fleiri hava koyrt gjøgnum Vágatunnilin higartil í ár samanborið við sama tíðarskeið í fjør, skrivar Tunnilsfelagið. Frá januar til november í ár koyrdu tilsamans 628.863 akfør gjøgnum Vágatunlinum samanborið við 619.267 akfør sama tíðarskeið í 2014. Fyrstu 11 mánaðirnar í 2014 koyrdu 774.441 akfør ígjøgnum Norðoyatunnilin. Sostatt er talan um ein vøkstur upp á 6,0 frá 2014 til 2015. Umhvørvisstovan hevur lagt dent á ávirkan á náttúru og umhvørvi, men atlit at fornminnum, ferðslu og útsjónd hava ikki verið partur av viðgerðini. Tórshavnar havn biðið donsku ráðgevarafyritøkuna, Rambøll, gera meting av, hvørja ávirkan ætlaða havnarútbyggingin fer at hava á náttúru og umhvørvið. Rambøll sigur, at økta virksemið á havnarlagnum og økta ferðslan á landi fer at føra til nakað av øktum óljóði. Mett verður tó ikki, at óljóðið fer upp um vegleiðandi markvirðið fyri óljóð. Rambøll sigur eisini, at fleiri skip og økt ferðsla fara at hava við sær ávísan vøkstur í luftdálkingini, men hetta verður ikki mett at ávirka luftgóðskuna nærhendis havnarlagnum munandi. Plantu og djóralívið á staðnum verður eisini ávirkað av ætlanini, men hon er sera avmarkað. Umhvørvisstovan metir, at nakrar av verandi spillivatnsútleiðingunum skulu leggjast longur út, fyri at kunna verða góðkendar aftan á ætlaðu havnarútbyggingina. Umhvørvisstovan vísir á, at hon í viðgerðini einans hevur lagt dent á ávirkan á náttúru og umhvørvi, meðan atlit til fornminni, ferðslu, útsjónd og annað hava ikki verið partur av viðgerðini. Góðkenningin kann kærast til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum. Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. Evsta mark at kæra er 30. desember. Í sendingini frætta vit millum annað um eina nýggja barnabók og barnafløgu, sum fýra kend listafólk hava samstarvað um. Vit eru í desember, og tí skulu vit síggja, hvussu til ber at prýða eitt sindur øðrvísi til jóla eitt nú ber til at brúka tilfar úr føroysku náttúruni. Eg havi altíð havt tað soleiðis, at eg vil ikki útseta nakað, tí eingin kennir dagin í morgin. Orðini eigur Steintór Rasmussen, sum hevur givið út ævisøgu sína, Lívið er mítt listaverk . Í sendingini fortelur klaksvíkingurin um tankar aftan fyri bókina. Ársins Geytavirðisløn verður latin í næstum, og vit vitja dómsnevndina, tá filmarnir skulu veljast út. Í hesi sendingini hoyra vit brot úr Kjartani Ólavsyni, Páll Patursson skipar. Upptøkan er frá eini svøríkisferð í 1951. Ein trolaramanning kvøður nakrar vísur í DR fyrst í 50 unum, millum annað Vi hugger med k rde, vit hoyra Sigmund Danielsen, í Lon, skipa. Tey í Dansifelagnum Havn kvøða Runsivalstríð, Martin Tórgarð skipar. Á eini upptøkuferð í Nólsoy kvøða nólsoyingar Sigmundskvæði yngra. Sigmund í Lon skipar. Eisini kvøða nósloyingar Harra Pætur og Elinborg, Eli Holm skipar. Í Nálareyganum royna tveir nýggir, føroyskir jólasangir seg. Talan er um Kongur við Lailu av Reyni, og alternativi jólasangurin Jólasøka við bólkinum Vágaverk. 16 milliónir krónur eru settar av til nýggju býráðshúsini hjá Eysturkommunu. Hóast hetta tyngir fíggjarætlanina næsta ár, heldur Jóhan Christiansen, borgarstjóri, tey hava ráð, nú so nógvir pengar koma í kommunukassan. Landsstýriskvinnan í almannamálum heldur tó, at teimum ikki nýtist at óttast, tí útgjaldid úr samhaldsfasta skal hækka samsvarandi. Seinastu tíðina hevur Jógvan Joensen, ið bleiv kendur fyri at luttaka í X factor kappingini í Danmark, arbeitt við eini EP. Í morgin tann 4 desembur verður hon givin út á fløgu, og tann 5 verður hon útgivin digitalt. Lagið Gloym Meg Ei er útgivið í dag saman við tekstasjónabandinum, ið sæst niðanfyri. EP in er framleidd av Høgna Lisberg. Tað er møguligt, at hetta er yvirgangur, men vit vita tað ikki enn, sigur amerikanski forsetin, Barack Obama, í eini fráboðan úr Hvítu Húsunum. Sambært útlendskum miðlum var eitt muslimskt par, Syed Rizwan Farook og Tash feen Malik, sum framdu álopið á starvsfólk, sum vóru til veitslu á einum arbeiðsplássi í San Bernardino. Tey skutu 14 fólk til deyðis og særdu 17. Enn er ikki greitt, hvørja ætlan hvat motiv sum parið hevði at myrða øll hesi fólkini. tey hava ikki áður verið í samband við politiið og tey vóru heldur ikki á nøkrum lista yvir sonevndar radikaliseraðar persónar. Reuters skrivar, at parið beint frammanundan høvdu verið hjá mammu Farouk við seks mánaðir gamla pinkubarni teirra og sagt, at tað skuldi til lækna. Stutt eftir lupu Farouk og malik á hølini, har starvsfólkini vóu savnað til veitslu og skutu frá hond. Miðlar skriva í morgun, at politiið seinni hevur funnið fleiri vápn við hús hjá parinum. Amerikanski forsetin hevur givið boð um, at allir stjórnarbygningar, sendistovur og hernaðarligur bygningar skulu flagga í hálvari stong at minnast offrini í álopinum í san Bernhardino. Úrslitið av fólkaatkvøðuni hevur styrkt støðuna hjá Danska Fólkaflokkinum, og hetta broytir valdsjavnvágina millum Vinstra og danska Fólkaflokkin, heldur føroyskur tíðindamaður Serliga tá hugsað verður um, at seinastu valini hjá danska forsætisráðharranum, Lars Løkke Rasmussen, hava gingið illa í hond. Tað sigur Uni Holm Johannesen, okkara reportari á Fólkatingi eftir at danir í gjár atkvøddu nei til at taka av rættarfyrivarnið mótvegis ES. 53,1 prosent av donsku veljarunum søgdu nei til at taka av rættarfyrivarnið, meðan 46,9 atkvøddu ja. Lars Løkke skal næsta fríggjadag á fund í ES at kanna, hvussu Danmark framhaldandi kann vera við í løgreglusamstarvinum, Europol. Tað verður bíligari í nøkur ár afturat at byggja leigubústaðir. Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, sigur, at landsstýrið og samgongan vilja hava fleiri leigubústaðir bygdar. Tí kemur uppskot í Løgtingið um at leingja freistina at fáa endurgoldið meirvirðis gjald fyri leigubústaðir til 31. desember 2019. Tá tey, sum byggja leigubústaðir, fáa meirvirðisgjaldið aftur, kostar byggingin 20 prosent minni. Sambært landsstýrinum eigur hetta at gera bústaðirnar bíligari at leiga. Treytirnar fyri at fáa meirvirðisgjaldið aftur fyri leigubústaðir eru, at í minsta lagi tvær leiguíbúðir eru í hvørjari byggiverkætlan. Í minsta lagi ein íbúð, ella í minsta lagi tíggju prosent, tá nógvar íbúðir eru í verkætlanini, skulu vera atkomiligar hjá fólki í koyri stóli. Spurningarnir hesa ferð snúgva seg um hvønn man skal mussa og ikki, um man kann biðja mammu sína um at søkja um pláss á ellisheimi, um ótolandi slatur og heilsufrelstar grannar. Teitur Egholm Fossaberg, stigtakari, metir, at føroyski tungmálmspallurin er í menning, og Wacken kann vera ein góð lopfjøl hjá bólkunum eisini teimum, sum ikki koma í sjálva finaluna. Almannaverkið ger sær størri ómak, tá avgerðir verða tiknar um fyritíðarpensjónir. Í øllum førum vórðu nógv fleiri avgerðir hjá Almannaverkinum staðfestar í kærunevndini í 2013 enn í 2009. Í 2009 vórðu 32 avgerðir kærdar, onnur hvør, 56 prosent, varð staðfest í kærunevndini, seks prosent vórðu sendar Almannaverkinum aftur til nýggja viðgerð, og kærunevndin broytti 16 prosent av avgerðunum um fyritíðarpensjón. Fýra ár seinni, í 2013, vóru tølini nógv broytt. Tá komu bara 24 kærur. Kærunevndin staðfesti flestu avgerðirnar hjá Almannaverkinum, 83 prosent vórðu staðfest, og bara fýra prosent av kærunum vórðu broyttar. Átta prosent vórðu heimvíst, sum tað eitur, tað er sendar Almannaverkinum aftur. Sambært Almannaverkinum sjálvum vísir hetta, at Almannaverkið dugur betur at tryggja sær, at allar upplýsingar eru tøkar, tá umsóknir um fyritíðarpensjón verða avgreiddar. Fleiri kvinnur enn menn kæra avgerðirnar hjá Almannaverkinum um fyritíðarpensjón. Tó kærdu fleiri menn í 2013. Orsøkin til, at fleiri kvinnur kæra er allarhelst, at fleiri kvinnur søkja fyritíðarpensjón, og lutfalsliga fleiri kvinnur enn menn fáa játtaða lægstu fyritíðarpensjón. Trivnaðarnevndin hjá Løgtinginum hevur fingið eina frágreiðing um fyritíðarpensjónir árini 2009 2013. Almannaverkið hevur gjørt frágreiðingina. Hava allar religiónir ein neista til harðskap Hví verður onkur átrúnaður harðligur og militantur Kann hugsast, at vit í vesturheiminum fáa ein átrúna, sum verður harðligur Terror álopini hava loypt hvøkk á allan vesturheimin. Eisini tí at fleiri av bumbumonnum eru føddir og barnvaksnir í til dømis Fraklandi, Belgia og Danmark. Onkur hevur nirðandi sagt, at vesturheimurin er máttleysur, einasta hann ger er at gráta, tendra ljós og leggja blómur á blóðdálkaðu gøturnar. Stafettina hevur Tordur Niclasen. Tordur er fyrsti mannligi sjúkrarøktafrøðing í Føroyum. Hann er giftur listakvinnuni Sigrun Gunnarsdóttir. Tey eiga trý børn. Eisini hevur hann verið virkin í politikki í mong ár. Eftir ein steðg á trý ár, har argjamaðurin Fróði Hansen einki hevur givið út, hevur hann seinastu vikurnar útgivið tvey stakløg. Waltz Me Back In Time kom út hálvan oktober og Missing In Action kom út fyri nøkrum døgum síðani. Fróði spældi bæði løgini í morgunsendingini í morgun, har hann eisini greiddi frá, at hann fer at spæla eina nýggja útgávu inn í næsta ár saman við einum nýggjum bólki. Samstundis sum Lars Løkke er blivin politiskt veikari, er formaðurin í danska Fólkaflokkinum styrknaður. Tað sigur Hans Engell, politiskur viðmerkjari, nú donsku veljararnir í gjár atkvøddu nei til at taka burtur rættarfyrivarnið í ES. Ferðarøðin Salka Valka kring knøttin er frá 2000. Í fyrstu sendingini eru vit umborð á Sølku Vølku, sum á leiðini úr Kosta Rika legði inn á Galapagos, áðrenn ferðin helt fram til oyggjarnar í Fransk polynesia. Vit uppliva tað tiltikna djóralívið á Galapagos oyggjunum, vit eru við til ymiskar gerandishendingar umborð og til ein føðingardag á opnum havi. Lagt til rættis Durita Holm og Erik Torjusen. Sølutilgongdin er byrjað og á eykaaðalfundi í Eik Banka tann 15. desember skulu tey, sum nú eiga Eik, TF Holding og Fíggjarligt støðufesti, avgera, at TF Holding keypir tey 30 prosentini í Eik Banka, sum Fíggjarligt støðufesti framvegis eigur. Men handilin verður tó ikki framdur, fyrr enn Fíggjareftirlitið hevur góðkent hann. Keypir TF Holding tey 30 prosentini frá Fíggjarligum støðufesti eigur TF Holding einsamalt Eik Banka. TF Holding keypti í februar í 2011 70 prosent av Eik frá Fíggjarligum støðufesti, sum 30. september í 2010 tók við Eik banka eftir skrædlið har. Um TF Holding velur at keypa tey írestandi 30 prosentini í 2015 skulu teir gjalda 293 milliónir krónur fyri hesi partabrøv, stóð í einari fráboðan, sum føroyska Kappingareftirlitið fekk í januar 2011. Nú eru vit í 2015, og 10. august boðaði Fíggjarligt støðufesti frá, at tey 30 prosentini í Eik verða seld í ár. Men um prísurin er 293 milliónir vilja hvørki stjórin í TF Holding, Súni Schwartz Jacobsen, ella stjórin í Fíggjarligum støðufesti, Henrik Bjerre Nielsen, vátta. Fíggjarligt støðufesti upplýsir, at haðani fæst einki at vita, fyrr enn sølan er avgreidd. Ætlanin er at selja fyri árslok. Men Fíggjareftirlitið skal góðkenna handilin, og eingin veit, hvussu langa tíð, Fíggjareftirlitið fer at brúka til tað. Tjóðskaparkensla á skerinum. Manningin á Salku Valku var fegin um at seta fótin á land, eftir at hava siglt longu leiðina til Marquesasoyggjarnar í Fronskum Polynesia. Hóast veðrið á ferðini var gott, so var ikki sørt av trupulleikum við akkerinum, tá komið var fram til oyggjarnar. Pálmaklæddu oyggjarnar tóku væl ímóti manningini, og oyggjarnar livdu sanniliga upp til sítt heiti paradísoyggjarnar . Har vinna fólk sær føði við millum annað perlufiskarí og at arbeiða við kokusnøtum. Durita Holm vitjaði ein mann, sum fyri tjúgu árum síðan búsettist á einum skeri, men sum síðani hevur bygt skerið til eina líttla oyggj. Í dag býr hann við familju sínari á oynni. Hann tosar um, at tað finnast onnur virðir í lívinum enn pengar, og annars heldur hann, at Franska Polynesia eigur at loysa frá Fraklandi. Tá Salka Valka aftur helt til havs gekk leiðin til Tahiti, áðrenn kósin var sett móti Nýsælandi. Lagt til rættis Durita Holm og Erik Torjusen. Eisini verður prátað um tað sum gekk fyri seg handan tjaldið, tá Jógvan luttók í ársins X faktor kapping hjá Danmarks Radio. Jógvan sang seg allan vegin til finaluna, og endaði á øðrum plássi. 402 familjur við tilsamans 788 børnum hava søkt um jólahjálp frá Í menniskjum góður tokki í ár. Freistin var á miðnátt 2. desember. Í seinsta lagi 21. desember hava allir umsøkjarar fingið svar uppá umsókn teirra um jólahjálp. Í fjør fingu 372 familjur jólahjálp frá Í menniskum góður tokki. Hetta er sætta árið, at til ber at søkja um jólahjálp frá Í menniskum góður tokki. Tað er Barnabati, ið umsitur Í menniskjum góður tokki. Freistin at stilla upp til formansvalið í Fiskimannafelagnum var úti á middegi. Og kapping verður um formanssessin. Sniálvur Røvilsberg, fyrrverandi nevndarlimur, bjóðar seg fram at gera nakað fyri fiskimannin og unga sjófólkið. Sniálvur er fiskimaður og siglur við Sandshavi. 11. desember verður Geytin 2015 latin. Birgir Kruse er formaður í filmsnevndini handan Geytan, og Jóannes Lamhauge hevur saman við Jónfinni Stenberg leikstjórnað filmin Tunnan, sum er ein av teimum tíggju tilnevndu stuttfilmunum. Gestur í Meg minnist verður nú Hans Eli Hansen í Klaksvík. Hann vaks upp í Klaksvík, men hvørki foreldrið var haðani. Pápin, Jógvan Fróðin Hansen, var úr býlinginum við Kirkjar í Miðvági, og mamman Andrea f. Gaardlykke var úr Gerðinum í Lamba. Tey komu ung til Klaksvíkar at arbeiða og tæna, giftust og búsettust har. Hans Eli f. 1942 tók millumskúlaprógv í Klaksvík í 1957. Var um heystið við vaktarskipinum Ternuni . Hans Eli fór síðani á handilsskúlaskeið í Klaksvík og arbeiddi ymiskt fyrifallandi til hann summarið 1960 fór til skips við trolatanum Jóannes Patursson . Í heyst vístu granskarar við matgranskingarstovnin Nofima í eini frágreiðing á, at teir meta, at kostnaðurin av at basa laksalúsini í 2014 var 3,2 milliardir norskar krónur. Prísurin verður munandi hægri í ár, skrivar Dagens Næringsliv. Verður prísurin fimm miljardir, svarar tað til fýra krónur fyri hvørt kilo av laksi. Tveir av stóru laksaframleiðarunum, Salmar og Marine Harvest, brúktu 870 milliónir krónur til at basa laksalúsini tríggjar teir fyrstu ársfjórðingarnar í ár. Í ársfrágreiðingini frá Salmar fyri triðja ársfjórðing vísur úrslitið 90 milliónir krónur lakari, enn sama tíðarskeið í fjør, hóast framgongd hevur verið í marknaðarmenningini. Marine Harvest hevur eisini havt afturgongd. 102 milliónir krónur fyri skatt í triðja ársfjórðingi samanborið við sama tíðarskeið í 2014. Orsøkin til vánaligari úrslitið eru øktu útreiðslurnar til at basa laksalúsini. Nofima gjørdi fyrr í ár eina lýsing, sum staðfesti, at útreiðslurnar til at framleiða eitt kilo av alilaksi eru øktar við fimm krónum, upp í 20 prosent frá 2012 til 2014. Nú vit eru komin inn í desember, hevur Ranchus valt at geva út nýggja jólalagið Yule , ið er enska orðið fyri jól. Ranchus heitir á øll um at googla orðið Sambært bólkinum snýr lagið seg um, at henda myrka tíðin á árinum bert er fyribils. Og tá ið jólaaftan so er, tá er stytsti dagur longu aftanfyri okkum, og er hetta tekin um, at teir ljósu dagarnir aftur eru ávegis. Ranchus er mannaður av Sigmundi Zachariassen á sang og gittar, Sjúrða Samuelsen á gittar, Ólavi á Skipagøtu á bass og Jónsveini Mikkelsen á trummum. Eru jólini farin at snúgva seg for nógv um pengar, heldur enn gleði og kærleika Bjartur Sigmundarson, Jóhanna N. Niclasen og Barbara M. Lamhauge hugleiða um jólini Gregorio Paltrinieri gjørdist evropameistari og setti nýtt evropeiskt met við tíðini 14 08.06, sum var ein hálvur minuttur skjótari enn Pál Joensen svam í dag, ið var 1 42 16. Strandfaraskipið Ritan, sum siglir til Fugloyar og Svínoyar siglir ikki í dag. Ternan, sum siglir til Nólsoyar, hevur ikki siglt í morgun, og óvist er, nær hon fer at sigla. Føroysk skip fáa loyvi at fiska næstan 500 tons av toski aftrat í Eysturgrønlandi, og næsta ár hava tey eisini eina kvotu av brosmu sum er 475 tons. Broytingarnar í 2016 í mun til 2015 eru, at føroysk skip fáa størri kvotur av botnfiski í grønlendskum sjógvi, ímeðan grønlendsk skip fáa størri møguleika at veiða norðhavssild í føroyskum sjógvi, umframt at Grønland fær kvotu av svartkjafti frá Føroyum. Føroyskum skipum verður loyvt at fiska 825 tons av toski við Eysturgrønland og 475 tons av brosmu. Talan er um eina øking á 470 tons av toski og 475 tons av brosmu. Grønlendskum skipum verður loyvt at fiska 2.500 tons av sild, sum er ein øking á 400 tons, og 8.000 tons av svartkjafti í føroyskum sjógvi. Føroyar og Grønland samstarva um limaskapin, sum londini hava í altjóða fiskiveiðifelagsskapum, men londini eru samd um, at arbeitt eigur at verða fyri, at londini í framtíðini kunnu luttaka sum tveir sjálvstøðugir partar. Í 2015 hevur nógv samstarv verið millum føroysk og grønlendsk útgerðarfeløg, og londini eru samd um áhaldandi at fremja slíkt samstarv. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vísir á, at við hesi avtaluni við Grønland verða møguleikarnir hjá serliga línuflotanum betraðir munandi. Samhaldsfasti skal hava ein nógv størri leiklut í framtíðar pensjónsskipanini. Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, í svari til Kára P. Højgaard, løgtingsmann. Samhaldsfasti er ein framtíðartryggjað skipan, ið eisini verður prístalsviðgjørd, og tí er tað betri fyri pensionistar, at størri partur av pensjónini kemur úr Samhaldsfasta, sigur løgmaður. Tað fær ávirkan á ferðaætlanin hjá Norrønu, sum í allan dag hevur ligið og krokað, meðan bíðað hevur verið eftir at sleppa at bryggju í Hirthals. Ein royndaraliringur hjá alifyritøkuni, sum hevur ligið á Sandsvág, er sera illa farin í ringa veðrinum í nátt, og vandi er fyri, at hann søkkur. Enn er ov tíðliga at siga, um ætlanirnar um at ala á Sandsvág verða sleptar, sigur Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í Marine Harvest, men tað sær ikki gott út, ásannar hann. Landsstýrið biður nú manningarfeløgini um umbering fyri at hava gjørt seg inn á sáttmálaøkið hjá manningarfeløgunum, tá landsstýrið í 2010 2011 álegði manningunum tilfeingisgjøld. Tað sum landsstýrið ger nú, er í royndu veru at nullstilla inntrivið, sum bleiv gjørt á sáttmálarnar fyri fáum árum síðani, og tað er at fegnast um, sigur Annfinnur Garðalíð Undan fundinum í gjár, ljóðaði, at londini ætlaðu at skerja søluna av olju við einari millión tunnum um dagin. Men eftir fundin varð kunngjørt, at sølan verður tann sama, 30 milliónir tunnur um dagin. Upplýst var samstundis, at OPEC londini samdust um at tey ikki skulu selja meir enn 31,5 milliónir tunnur um dagin, og tað er 1,5 milliónir tunnur meir enn nú. Iran hevur sett ynski fram um at sleppa at selja meir olju, eftir at tiltøkini ímóti landinum eru sett úr gildi. Tað var helst ein av orsøkunum til, at OPEC ikki kundi semjast um at minka oljusøluna. Á tíðindafundi eftir fundin í OPEC, varð boðað frá, at eingin avgerð verður tikin um oljusøluna, fyrr enn á næsta fundinum í OPEC, sum verður í juni. Gistingarhúsið Hotel Lune Huler, sum liggur í norska býnum Lind s, skuldi eftir ætlan brúkast til at hýsa okkurt um 40 flóttafólkum, í høvuðsheitum fólki undir 18 ár, sum koma til Norra um ársskiftið. Enn er ov tíðliga at gera nakra niðurstøðu um orsøkina. Men skuldi tað víst seg, at eldurin er ásettur, so er støðan sera álvarsom, sigur Arve Samsonsen, átaksleiðari hjá norsku løgregluni á staðnum. Ein ókendur bilur er sæddur í økinum um tað mundið, tá eldurin kyknaði. Norska løgreglan hevur í nátt steðgað og kannað eina røð av bilum í økinum. Klokkan 20 minuttir yvir fýra í morgun fekk løgreglan fráboðan um, at ein persónur hevði skallað ein annan persón niður. Tilburðurin fór fram í miðbýnum í Havn. Sambært fyrstu kanningunum hjá løgregluni var talan um púra ómotiveraðan harðskap. Eitt par stóð í miðbýnum, tá ein persónur kom framvið og skallaði mannin, sum datt afturav og eisini fekk ilt í nakkan. Løgreglan hevur skuldsett ein mann fyri harðskap. Eisini fekk løgreglan boð um, at tveir mans vóru farnir til hendurs inni á einum dansistaði í Havn. Tá ein kvinna legði ímillum, fekk hon nevan á kjálkan frá tí eina. Løgreglan metir hetta eisini sum eitt harðskapsmál. Ein annar persónur, sum gjørdist illur í sær á einum dansistaði í Havn, varð somuleiðis handtikin og sendur í brummuna í Klaksvík at sova rúsin út. Undan fundinum fríggjadagin ljóðaði, at londini ætlaðu at skerja søluna av olju við einari millión tunnum um dagin. Men eftir fundin varð kunngjørt, at sølan verður tann sama, 30 milliónir tunnur um dagin. Upplýst var samstundis, at OPEC londini samdust um at tey ikki skulu selja meir enn 31,5 milliónir tunnur um dagin, og tað er 1,5 milliónir tunnur meir enn nú. Iran hevur sett ynski fram um at sleppa at selja meir olju, eftir at tiltøkini ímóti landinum eru sett úr gildi. Tað var helst ein av orsøkunum til, at OPEC ikki kundi semjast um at minka oljusøluna. Á tíðindafundi eftir fundin í OPEC, varð boðað frá, at eingin avgerð verður tikin um oljusøluna, fyrr enn á næsta fundinum í OPEC, sum verður í juni. Føroska Turið Elinborgardóttir var ein av 92 kvinnum úr øllum heiminum, sum kappaðist um heiðurin at geraðst Miss Earth í Wien í gjár. Tað eydnaðist henni ikki at koma í semifinaluna, men hetta hevur verið ein stór uppliving, og hon er ikki vónbrotin, segði Turið Elinborgardóttir, tá útvarpið tosaði við hana í morgun. Norðmenn vænta at útflutningurin av fiskavørum fer a seta met í ár. Noreg útflutti fiskavørur fyri 7,4 milliardir krónur í november, og tað er 12 prosent meir enn í fjør. Norska útlfutningsráðið upplýsir, at sølan øktist við góðum 800 milliónum krónum í november. Tilsamans hevur Noreg útflutt fyri 67,3 milliardir krónur higartil í ár. Talan er um ein vøkstur uppá slakar fimm milliardir krónur. Higartil í ár er sølan av fiskavørum bert 1,5 milliardir krónur undir søluni í fjør, og verður sølan vanlig í desember, so verður talan um met, upplýsir útflutningsráðið. Noreg útflutti laks fyri 4,5 milliardir krónur í november, og tað var 660 milliónir krónur meir enn í november í fjør, Samstundis hækkaði prísurin, úr 40,67 krónur upp í 44,92 krónur fyri kiloið. Val er í Fraklandi í dag. Valið í er fyrra av tveimum valumførum og høgra sinnaði tjóðskaparflokkurin Front National stendur til at vinna stórsigur. Floksforkvinnan, Marine Le Pen, stendur til at vinna valið í einum landsparti har norðuri í Fraklandi, meðan bróður ella systurdóttir hennara stendur til at vinna valið í landsparti har suðuri í landinum. Landspartavalið í Fraklandi verður hildið góðar tríggjar vikur eftir stóru yvirgangsatsóknina í Paris, fríggjakvøldið 13. november. Atsókning verður av fleiri mett at hava givið Front National vind í seglini. Í veljarakanningunum stendur flokkurin hjá Marine Le Pen, Front National, samanlagt til at fáa okkurt um 30 prosent av atkvøðunum í teimum 13 landspørtunum. Í onkrum landspørtum fær flokkurin upp í 40 prosent av atkvøðunum, sambært veljarakanningunum. Tað ger forkvinnuna í høgrasinnaða tjóðskaparflokkinum til eitt sera gott boð uppá eitt komandi forsetavalevni, tá forsetaval verður aftur í Fraklandi í 2017. Tað verður helst strilti at fáa anstøðuna við uppá ætlanina, at gera Samhaldsfasta til ein størri part av eftirlønini hjá pensjonistum. Í gjár gjørdi Bárður á Steig Nielsen greitt, at hann heldur tað vera óheppi, at samgongan lækkar grundupphæddina í fólkapensjónini, og formaðurin í Fólkaflokkinum tekur heldur ikki undir við hesum leisti. Landsstýriskvinnan í mentamálum sigur seg harmast, at Kringvarpið ikki bjóðaði einum journalist lesandi starvslærupláss, hóast viðkomandi søkti í góðari tíð. Løgtingsmaðurin Ingolf S. Olsen spurdi Rigmor Dam, hvat hon heldur um ta støðu, at Kringvarpið segði nei til at taka ein journalistlesandi í starvslæru við tí grundgeving, at stovnurin hevur ikki fíggjarliga orku til tað. Tað átti at verið ein natúrligur partur av virkseminum hjá okkara einasta almenna miðli at luttaka í upplæringini av nýggjum journalistum. Stovnurin átti at lagt virksemið soleiðis til rættis, at hetta var møguligt, svarar Rigmor Dam, sum í sama viðfangi vísir á, at sjálvandi hevur Kringvarpsstjórin eisini ábyrgdina av, at raksturin hjá stovninum hongur saman fíggjarliga. Í svarinum sigur landsstýriskvinann seg umhugsa at seta átøk í verk, sum skulu trygga, at Kringvarpið skipar raksturin soleiðis, at pláss er fyri starvslesandi, tá tey søkja í góðari tíð. Tað kann gerast í einum public service sáttmála millum Kringvarpið og Mentamálaráðið, sum skal koma í staðin fyri sáttmálan, sum fóru úr gildi 31. desember í 2013 fyri skjótt tveimum árum síðani. Rigmor Dam sigur seg fara at taka stig til at gera ein nýggjan public service sáttmála. Og landsstýriskvinnan vil hava ásetingar um starvslesandi við í ein komandi public service sáttmála. Løgtingsmaðurin fyri Tjóðveldi vildi eisini hava landsstýriskvinnuna at svara uppá, hvussu tað sampakkar við ynskið hjá samgonguni um fólkavøkstur, millum annað við at fáa útisetar at flyta heimaftur, at ein almennur stovnur noktar at taka ímóti starvsnæmingum. Sambært svarinum hjá landsstýriskvinnuni hevur Kringvarpið tikið ímóti tveimum journalistlesandi í starvsvenjing síðani útvarpið og sjónvarpið vórðu løgd saman 1.januar í 2005. 40 fyritøkur og stovnar hava teknað seg til Jobmatch higartil í ár, og harvið er stevnan fullteknað. Haraftrat hava metnógv teknað seg, boðar fyritøkan sum skipar fyri tiltakinum, Syntesa, frá. Endamálið við Jobmatch er at skapa og viðlíkahalda samband millum føroyskar fyritøkur og stovnar, útisetar og lesandi føroyingar. Á Jobmatch skal bera til at matcha tann tørv, ið fyritøkurnar og stovnar hava fyri arbeiðsorku, við førleikarnar hjá føroyskum lesandi og útisetum. Somuleiðis er endamálið at skapa áhuga millum útisetar fyri at søkja størv, praktikpláss ella uppgávuevnir til prosjektskriving hjá hesum fyritøkum og stovnum. Royndir uttanlanda vísa, at í slíkum tíðum hava starvsfólk hug og dirvi til at kunna seg um nýggjar starvsmøguleikar. Samstundis er frálandavinnan í einum aldudali orsaka av lágum oljuprísum, sigur Syntesa í tíðindaskrivi. Tiltakið verður fyriskipað av Tórshavnar Kommunu í samstarvi við Altjóða Skrivstovuna á Fróðskaparsetri Føroya, Vinnuhúsið og MFS. Nú kanst tú síggja niður á heimsins mest loyndarfulla land. Aram Pan er myndamaður og hevur fingið møguleikan at filma niður á Pyronguang. Í Norður Korea valdar ein strangur myndatøku politikkur men Aram Pan hevur við síni verkætlan, DPRK360, fingið loyvi at filma Norður Koreanska høvuðsstaðin frá einum fuglasjónarhorni. Endamálið við verkætlanini, sambært Aram Pan, er, at fáa tey tulatrúni um Norður Korea í ljósmálan og haryvir útbreiða vitan og samglag fyri landinum. Møguleikin, sum Aram Pan hevur fingið, kann síggjast sum eitt tekin um, at Norður Korera er í holt við at opna seg meira fyri umheiminum. Tað sæst eisini aftur í avgerðum, sum myndugleikarnir í Norður Korea hava tikið. Fyrr í ár avgjørdu myndugleikarnar nevnliga at økja um árliga vitjanartalið frá 100.000 til tvær milliónir frá 2020. Signy Alexia Hermansen, lærari, sigur, at tey hava arbeitt miðvíst við happing, og úrslitið hevur verið gott. Næmingarnir virða hvønn annan á ein øðrvísi hátt, tá tey læra hvønn annan at kenna. 30 ára gamli hósvíkingurin, Rúni Weihe, sum er útbúgvin arkitektur og býr á Nørrebro í Keypmannahavn, gav leygardagin út skaldsøguna Mursejler. Talan er um bók, ið er skrivað á donskum og er 250 síður til longdar. Rúni hevur brúkt fýra ár um at skriva bókina. Danska avísin hevði fríggjadagin stórt bókatema, har tey brúktu eina heila síðu upp á Rúna Weihe og bókina. Innslagið byrjar við einum broti, sum var í Góðan morgun Føroyar tann 13. november í fjør, tá Finnur Koba tosaði við Rúna, sum tá savnaði inn pening fyri at kunna geva bókina út. Heðin Mortensen og Javnaðarflokkurin fekk suverenan meiriluta í býráðnum og allir honir flokkarnir komu við í samgongu. Ongin andstøða var í býráðnum. Trý ár eru nú farin av triðja skeiðnum hjá Heðini Mortensen sum borgarstjóra. Hesi árini hevur Heðin Mortensen fingið eina serstøðu sum ein tann valdmiklasti persónurin í føroyska samfelagnum, sum umsitur umleið 800 milliónir krónur um árið at kalla einræðis. Í sendingini Heðin og Havnin, sum Kringvarpið sendir eftir Dag og viku í kvøld, verður hugt nærri at fíggjarligu viðurskiftunum í Tórshavnar kommunu hesi seinastu árini. Heðin Mortensen, borgarstjóri, vildi ikki gera samrøðu til sendingina. Fríggjadagin svaraði hann eini røð av spurningum skrivliga. Meira er eisini at frætta um fíggjarligu viðurskiftini hjá Tórshavnar kommunu í sendingini Heðin og Havnin , ið varð send beint eftir Dag og viku í kvøld. Heðin Mortensen, borgarstjóri, vildi ikki gera samrøðu til sendingina, men hevur sent Kringvarpinum skrivlig svar uppá spurningarnar, vit ynsktu at seta honum. Samgongan eigur at lata tey ríku gjalda meira í skatti og taka sjómannafrádráttin av, heldur enn at pilka við grundupphæddina hjá pensjónistunum. Tað sigur tjóðveldismaðurin, Tórbjørn Jacobsen, sum bæði hevur verið landsstýrismaður og tingmaður fyri flokkin. Hann heldur, at samgongan higartil hevur sýnt sera vánaligt handalag. Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur ongar ætlanir um at hækka skattin hjá teimum múgvandi og heldur ikki at taka sjómannafrádráttin av. Tað upplýsir Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, í svari til Bjørn Kalsø, løgtingsmenn. Landsstýrið ætlar, at grundupphæddin skal minka 580 krónur um mánaðin frá 1.januar 2016. Í morgun var ein tunna av sonevndari amerikanskari lættolju seld fyri undir 40 dollarar fyri tunnuna, og oljan úr Norðsjónum fyri ein prís sum var 40,6 dollarar fyri tunnuna. So lágur hevur prísurin ikki verið síðani í 2009. Hóast OPEC londini hava verið samd um, at tey ikki eiga at selja meir enn 30 milliónir tunnur um dagin, so selja tey 31, 5 milliónir tunnur um dagin Tað er ikki tekin um at londini ætla at halda avtaluna, siga serfrøðingar. Samráðingarnar ímillum tey 12 londini í OPEC gingu ikki serliga væl Tað einasta, sum tey samdust um í veruleikanum, var, at tey skulu hittast aftur á fund í juni. Stóri spurningurin er Iran, sum nú aftur sleppur at selja meir olju. Nú bíða londini eftir, hvussu nógva olju Iran verður ført fyri at selja, og tey rokna við at greiða verður fingin á tí spurninginum í juni. Hóast londini í OPEC tyktust at vera samd um, ikki at selja meir enn 30 milliónir tunnur um dagin, so fór sølan upp í 31,5 milliónir tunnur í oktober. Nú er stóri spurningurin, um sølan av olju fer at hækka uppaftur meir, siga eygleiðarar. Heilsufrøðiliga starvsstovan tók 195 sýni av rognkelsunum í alibrúkunum, og kannaðu tey á tveir ymiskar mátar. Øll úrslitini eru negativ, sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan . Síðst í oktober varð VHS virus staðfest hjá rognkelsum í einari íslendskari alistøð, sum seldi alibrúkum í Føroyum rognkelsi. Rognkelsi verða brúkt til at taka laksalús. VHS virus elvir til ringa fiskasjúku. Heilsufrøðiliga starvsstovan sigur, at herda eftirlitið við VHS hjá rognkelsum í alibrúki er nú steðgað. Mett verður, at VHS smitta ikki er í hesum rognkelsum, sum komu úr Íslandi. Harafturat tóku tey í Íslandi sýni av øllum foreldrafiskunum at rognkelsunum, sum fóru til Føroya, áðrenn tey vórðu strokin. Eisini hesi sýni vóru negativ fyri VHS virus. Og rognkelsi, sum høvdu VHS virus, og rogn og yngul, sum fóru til Føroya, vóru atskild. Imagine, Give Peace A Chance og All You Need Is Love verða javnan tiknir fram í kenslubornum løtum, tá fólk kenna tørv á at standa saman. Ein púra erligur sangskrivari, sum torir at viðganga, at hann viðhvørt er hugtungur og hevur brúk fyri hjálp. Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í Marine Harvest Føroyar, sigur, at teir vóru hjá ringinum bæði sunnudagin og í gjár, men enn ber ikki til at siga, hvussu stórur skaðin er, ella hví skaðin hendi. Teir fara aftur til ringin nú í dag. Ætlanin er at royna at sleipa hann til lands fyri at kanna hann. Hans Jákup Mikkelsen sigur, at ringurin er ongan veg farin, men hann hevur fingið skaða. Ikki ber til at siga enn, hvussu støðan er hjá nótini. Eingin fiskur var í ringinum. Aliringurin liggur á Sandsvág, tí Marine Harvest kannar, um til ber at ala á Sandsvág, tí har har er harført, serliga vesturættin er trá. Ráðgevarafelagið góðtekur ikki, at øll ráðgevaravinnan fær ábyrgdina. Felagsnevnarin fyri miseydnaðar verkætlanir tykist heldur at vera Landsverk, sigur felagið sambært heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum . Ein stórur trupulleiki er hátturin, sum Landsverk sjálvt handfer verkætlanirnar. Umsitingin er fløkt, og Ráðgevarafelagið hevur í nógv ár ávarað Landsverk og víst á vandarnar við fløktu umsitingini, sigur Selmar Nielsen, formaður í Ráðgevarafelagnum. Ein onnur orsøk til miseydnaðar verkætlanir er, sigur Ráðgevarafelagið, at almenni byggiharrin ofta ætlar meira enn fíggjarkarmurin klárar. Harafturat eru tíðarætlanir veruleikafjarar. Neyðugt er ikki at hyggja longri enn út í Marknagil. Byggiharri har er Landsverk, sigur formaðurin í Ráðgevarafelagnum. Selmar Nielsen spyr, um Landsverk er rætti stovnurin at umsita tílíkar verkætlanir. Hann leggur afturat, at fíggjarligi parturin til projektering í almennum verkætlanum minkar, og parturin til umsiting hjá Landsverki veksur. Landsverk svarar, at Landsverk er professionellur keypari í byggivinnuni, og ráðgevararnir selja vøruna, sum er at gera verkætlan og kostnaðarætlan. Tað er her, at trupulleikar ofta stinga seg upp. Um Marknagilsdepilin sigur Landsverk, at Ráðgevarafelagið gloymir, at fíggjarkarmurin lá púra fastur. Tað vóru tí ráðgevararnir sjálvir, sum gjørdu av, hvat kundi fáast fyri pengarnar. Landsverk tekur fulla ábyrgd av sínum luti í teimum verkætlanum, stovnurin varðar av, bæði tá gongur við og ímóti. Men fleiri partar eru í einari verkætlan, og øll mugu taka ábyrgdina av sínum øki. Fíggjarligi karmarurin eigur sjálvandi at síggjast aftur í teimum verkætlanum, sum ráðgevararnir lata úr hondum. At teir ofta ikki gera tað, er ein av høvuðsorsøkunum til, at játtanirnar eru torførar at halda. So nevnir Landsverk eina kanning frá apríl í ár. Sambært henni er luturin hjá Landsverki sum byggiharri ikki so dýrkandi sum sagt varð. Tvørturímóti varð beinleiðis mælt til at víðka lutin hjá Landsverki sum byggiharri. Vinnuhúsið átti eitt av fýra fólkum í bólkinum, sum gjørdi kanningina. Fiskivinnuskúlin í Vestmanna byrjaði sum ein traditionellur fiskivinnuskúli, men nú er hann ein studentaskúli, ið bjóðar fram eina føroyska tilfeingisbreyt. Tey fyrstu mongu árini var Fiskivinnuskúlin ein yrkisskúli, sum skuldi útbúgva starvsfólk á millumleiðarastigi til fiskavirkis og alivinnuna. Upprunaliga navnið hjá skúlanum var Føroya yrkisskúli fyri fiskaídnað og havbúnað. Hetta hildu starvsfólkini vera alt ov tungt at siga, og tí nevndu tey hann sjálvi Fiskivinnuskúlan. Tað navnið hevur hann framvegis, hóast hann nú er vorðin ein studentaskúli í nýggju gymnasialu breytaskipanini. Starvsfólkini hava tí sett fram ynski um, at skúlin fær eitt meira hóskandi navn. Fiskivinnuskúlin byrjaði Inni á Fjørð í Vestmanna í 1989, og eitt skifti húsaðist hann í fýra ymiskum sethúsum í Vestmanna. Í mars 2009 flutti skúlin inn í nýggjan og stásiligan skúlabygning á havnarøkinum við gomlu ferjuleguna í Vestmanna. Eingin ivi er um, at hann er tann miðnámsskúlin í landinum, ið hevur bestu og rúmligastu umstøður. Fleiri av næmingunum, vit hitta í sendingini, eru komnir á Fiskivinnuskúlan júst tí at hann hevur eina tilfeingisbreyt, og tí at hann er ein lítil skúli við einum flokki í hvørjum árgangi. Tilsamans ganga umleið 70 næmingar á Fiskivinnuskúlanum. Í sendingini frá Fiskivinnuskúlanum hitta vit Jákup Andreasen, stjóra, Magnus Gaard, lærara í tilfeingisfrøði, og Kristinbjørg Høgnesen, lærara og lestrarvegleiðara. Næmingarnir, vit hitta í sendingini, eru Rúna Rodmundardóttir av Signabø, Natalia Justesen úr Klaksvík, Astrid í Garðastovu úr Vestmanna, Eli Joensen úr Kollafirði, Sámal Fríðriksson Bláhamar úr Havn, Ingibjørg Skarðhamar Rasmussen úr Vestmanna og Óluva Rosendahl Rasmussen av Strondum. Á nýggjárinum verður bíligari at koyra ígjøgnum Norðoyatunnilin. Hvør túrur lækkar úr 50 niður í 40 krónur, og mánaðargjaldið lækkar úr 700 niður í 600 krónur Ferðslan í Norðoyatunlinum er vaksin støðugt síðani hann lat upp, og tá árið í ár er av, hava væntandi knapt 900.000 akfør koyrt í Norðoyatunlinum í ár. Tað er ein øking uppá seks prosent í mun til í fjør. Fyri tey sum hava árshald í báðum tunlunum verður prísurin 1.000 krónur um mánaðin. Hóast príslækkingina í Norðoyatunlinum, so kunnu haldini framvegis nýtast í báðum tunlunum. Tá farið verður gjøgnum Norðoyatunnilin verða 40 krónur trektar, meðan 30 krónur fara av haldinum, tá koyrt verður í Vágatunlinum. Eingin broyting verður fyri akfør sum eru longri enn seks metrar. Føroysku dialektirnar eru undir áhaldandi trýsti, samstundis sum kjakið gongur lívliga um, at talumálið skal standardiserast. Men tað ber ikki til at standardisera talumálið uttan at gera seg inn á dialektirnar, sigur Eivind Weyhe, lektari í málfrøði, millum annað. Lógin bindur Danmark, Grønland og Føroyar saman í eina eind. Og tað kemur sera illa við hjá Føroyum. Lógin má broytast nú, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður, sum hevði fund við Kristian Jensen, uttanríkisráðharra, í gjár. Nógvar ósemjur eru um føroyskt, og tí er málkjakið eisini sera livandi og virkið. Men hvat snýr føroyskt málkjak seg um, hvørjar eru ósemjurnar og hvat hevur størsta týdningin Hesar spurningar viðgera Sjúrður Gullbein og Jústinus L. Eidesgaard, sum hava sett seg í eygleiðarastólarnar í Máltíð hesaferð. Um hundrað ár verður neyvan nógv eftir av dialektunum, heldur Eivind Weihe, lektari Nógvar føroyskar dialektir verða burtur um 100 ár, og føroyingar fara at tosa meira líka enn vit gera í dag. Tað sigur Eivind Weyhe, lektari í málfrøði, sum er gestur í sendingini, Máltíð, sum kemur eftir tíðindini klokkan 17 í dag, har nógv meira verður at hoyra um trýstið á føroysku dialektirnar. Sendarin, sum nú einsamallur sendir upplýsingar til Náttúrugripasavnið, hevur tó stóran týdning fyri grindakanningarnar. Nátturugripasavnið hevur sendarar liggjandi og er tilreiðar at merkja fleiri grindir. Jú fleiri upplýsingar, tess betri verður samlaða myndin av hvalastovninum. Tá tað einaferð skal metast, um okkara veiða er burðardygg, verða hesar kanningar tiknar við í metingina, sigur Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur. Danny og The Veetos er lutfalsliga nýggjur bólkur á føroyska tónleikapallinum. Bólkurin bleiv stovnaður stutt áðrenn Sement kappingina í 2013, har teir eisini luttóku. Bólkurin er mannaður av Danny Baldursson, Páll Brim Joensen, Robert Waagstein, Jóhan Nolsøe, Símun Dam, Leivur Vitalis og Rúna Hentze, sum saman spæla lívsjáttandi pop folk tónleik, ið eisini hevur eitt lítið hint av sorgblídni. Vit eiga at seta hol á kjakið um eina kommunala útjavningarskipan í Føroyum, soleiðis at fíggjarliga orkan hjá kommununum gerst javnari. Men ein slík skipan má ikki taka hugin hjá røskum kommunum at gera nakað fyri sínar borgarar. Tað heldur borgarstjórin í Sunda kommunu, Heðin Zachariasen. Fróðskaparsetur Føroya, Landssjúkrahúsið og Deildin fyri Arbeiðs og Almannaheilsu fingu í dag sjey milliónir krónur úr Sjúkrakassagrunninum til ein depil fyri heilsugransking. Men hvussu er at vera tvíburi eru tvíburar heilt eins, er eitt serligt samband millum tvíburar, og er tað stuttligt at hava ein dupultgangara Fólk missa til dømis fyritíðarpensjónina, tá aðrar inntøkur fara upp um tað, sum svarar til dupulta árliga grundarupphædd. Ymiskt er frá ári til árs, hvussu Almannaverkið raðfestir kanningarnar. Nevndin viðger eitt uppskot hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, løgtingskvinnu, um serliga eftirlønarskipan til sjómenn og onnur, sum vegna slit ikki megna at vera á arbeiðsmarknaðinum til tey fylla 67. Tøl hjá Almannaverkinum fyri juli í fjør siga, at 772 fólk í aldursbólkinum 60 til 66 fingu fyritíðarpensjón, nógv fleiri kvinnur enn menn. 259 fingu hægstu fyritíðarpensjón. Har er tó at kalla eingin munur millum kvinnur og menn, menninir eru 11 fleiri. Kvotan í ár er 200.000 tons. Ísland brúkar framvegis gamla býtislykilin, sum strandarlondini samdust um í 2006. ICES mæir til ikki at fiska meira enn knappliga 780.000 tons av svartkjafti í 2016. Onnur lond virða ikki gamla býtislykilin longur. ES hevur kravt nýtt býti, tí ES heldur seg eiga rætt til størri part av heildarkvotuni. Í ár er føroyska svartkjaftakvotan 425.000 tons, 110.000 tons meira enn Føroya eiga sambært býtinum frá 2006. Strandarlondini hava gjørt fleiri royndir at gera ein nýggjan býtislykil, men til fánýtis. Fleiri royndir verða ikki gjørdar at finna semju um 2016. Føroyska Fiskimálaráðið hevur sent kunngerð um svartkjaftafiskiskapin í 2016 til hoyringar. Í henni er ein fyribils kvota upp á 100.000 tons. Oljuprísurin lækkar aftur í morgun, at byrja við varð olja úr Norðsjónum seld fyri góðar 40 dollarar fyri tunnuna, men nú er líkt til, at prísurin er fallin til undir 40 dollarar fyri tunnuna, meir enn ein dollara minni enn seinnapartin í gjár. Amerikanska skiferoljan verður seld fyri 38,3 dollarar fyri tunnuna, og tað er nakað minni enn í gjár. Tað er framvegis Saudiarabia sum selur nógva olju, tí landið ynskir at trýsta bíligu skiferoljuna hjá USA og Ruslandi av marknaðinum. Tað er ríkiligt av olju á marknaðinum. Tí tosa serfrøðingar nú um, at oljuprísurin kann lækka niður í 32 til 34 dollarar fyri tunnuna, áðrenn londini verða noydd at seta tiltøk í verk, fyri at fáa prísin upp. Lækkandi oljuprísurin kemur væl við hjá heimsbúskapinum, og tí fer lági oljuprísurin sum frálíður at betra um búskaparstøðuna í heiminum, siga serfrøðingar. Hóast landsstýrið ikki hevði stundir at spyrja og hoyra onnur um øll lógaruppskotini, sum eru send løgtinginum, loyva summi sær at senda Fíggjarnevndini, har sum flestu uppskotini hjá landsstýrinum um inntriv eru, sínar viðmerkingar kortini. Landsstýrið ger Føroyar til eitt dýrari land hjá ferðafólki, sigur Ferðavinnufelagið, ið mælir til, at bussar, sum koyra við ferðafólki, sleppa undan hækkaða avgjaldinum á bensini og diesel. Ferðavinnufelagið heldur, at landið missir meira fyri minni, tí lutfallið millum tað, sum landið fær inn í øktum avgjøldum frá hesum fyritøkum, stendur ikki mát við fíggjarligu avleiðingarnar, sum uppskotið hevur fyri bussfyritøkurnar í landinum. Hækkaða avgjaldið og hækkaði vekskatturin fara at gera, at bussfeløgini noyðast at krevja 15 krónur meira fyri tíman. Og Føroyar eru longu sum er mettar at vera eitt dýrt land at ferðast í, vísir Ferðavinnufelagið á í áheitan sínari á Fíggjarnevndina. Býráðsfundur verður í Fuglafirði í annaðkvøld. Og fólk í býnum eru farin at gera vart við seg. Sonni á Horni er borgarstjóri í Fuglafirði. Morgunkórið er eitt av teimum fýra kórunum, sum verða við á stóru stuðulskonsertini í Hoyvíkar kirkju í annaðkvøld, hóskvøldið, klokkan19 til frama fyri Í menniskjum góður tokki . Og í sendingini Góðan morgun Føroyum í morgun hoyrdu vit ein part av Morgunkórinum syngja tveir jólasangir beinleiðis í studio 5. Kórleiðarin, Sigrið Sivertsen, greiddi eisini frá stuðulskonsertini í annaðkvøld. Sigrið leiðir øll fýra kórini, sum fara at syngja á konsertini. Hini eru barnakórið Dropar , Ung stjørnuskot og Xperiment . Fyrireikararnir vísa á, at vitjandi kunnu koma og fara uttan at brúka eina krónu. Á skránni verða nógvar tónleikaframførslur og eisini verður høvi at vitja Betlehemfjósið og uppliva, hvussu fyrstu jólini vóru. Hans Eli Hansen var tvey ár við Bóndanum í saltfiski og ísfiski. Hann var eisini við aberdeentrolara, sum tók fólk í Klaksvík. Har fingu teir fasta løn, sum var munandi hægri enn føroyska arbeiðsmannalønin. Fór á læraraskúla í Havn í 1962. Við fyrireikingarflokki vardi skúlatíðin fýra ár og fýra mánaðir. Skótaliðini í Klaksvík og í Havn fóru í 1963 á skótajamboree í Grikkalandi. Vitjað varð í Athen, rundferð var á Peleponnes og skótalega var á Marthonfløtuni. Skótarnir fóru gjøgnum býin Skopje í Makedonia nakrar fáar tímar áðrenn jarðskjálvti rakti býin. Hans Eli Hansen gekk á læraraskúla á Vaglinum, men serstovur vóru ongar, so næmingarnir ferðaðust niðan í kommunuskúlan, út á háskúlan og niðan í svimjihylin. Eini jól var hann í Ísrael og ferðaðist kring alt landið. Í Z rich fór flogfarið út av flogbreytini og var undir í kava. Tá hann var liðugur á læraraskúlanum, søkti Hans Eli starv á Giljanesi. Har fór hann upp í ungdómsarbeiði í Miðvági og gekk undan at fáa fótbóltsvøllin gjørdan. Í 1969 70 var hann á málskeiðum í Týsklandi og Onglandi, og 1. januar 1971 fekk hann lærarastarv í Danmark, har hann hevði funnið eina gentu. Herskyldan mundi gjørt Hans Eli Hansen friðleysan í Danmark. Hann segði lærarastarvið frá sær, men tá læknin Vogensen kom uppí, varð hóttanin beind burtur. Hann var formaður í nevndini í einum bygdafelagsskapi, sum bygdi ítróttamiðstøð til øll frítíðarítriv í bygdini norðanfyri Vejle. Í 1981 kom hann aftur til Klaksvíkar við húski. Hans Eli var eisini lærugreinaráðgevi á Landsmiðstøðini fyri undirvísingaramboð í enskum og týskum. Í frítíðini fekst hann saman við øðrum við Dragan , sum kom burtur úr hugskoti um at menna sjómanslæruna í fólkaskúlanum. Tað eydnaðist væl. Nýggj manning umborð. Tá Salka Valka kom í nýsælendska havn mynstraði manningin av. Durita Holm gav sær sjálvari frí í seks mánaðir, og í Ný Sælandi átti hon dóttrina Freiu. Saman við manninum, Erik Torjusen, riggaði hon síðani bátin til av nýggjum, áðrenn kósin var sett móti Australia. Siglt var í kjalarvørrinum á Cook kapteyni norður gjøgnum The Great Barrier Reef Koralrivið Mikla til Darwin. Á leiðini fóru tey inn til oynna, har Cook steðgaði á og umráddi seg, tá hann skuldi koma burtur úr hesi hættisligu sjóleiðini. Salka Valka fór nú gjøgnum Torresstrætið, ið verður skírt heimsins størsti skipskirkjugarður. Síðani beyð manningin Kyrrahavinum farvæl og setti kós móti Indiahavi. Lagt til rættis Durita Holm og Erik Torjusen. Nú tveir nýggir tilburðir eru staðfestir, er vandin, fyri at HIV smittan breiðir seg til yngru aldursbólkarnar, størri, sigur Henrik Trykker, landslækni. Meðan tøl frá landslæknanum í Føroyum vísa, at eingin tilbuður av HIV er staðfestur hjá monnum síðani 2003 og hjá kvinnum síðani 2011, so stúra grønlendingar fyri gongdini. Higartil hava vit bert sær HIV smittuna hjá fólki, sum eru komin upp í árini og eldri, sigur Henrik Trykker, landslækni í Grønlandi, sambært sermitsiaq.gl Tveir tilburðir av HIV vórðu staðfestir hjá tveimum ungum fólkum í 2014, sambært nýggjastu ársfrágreiðingini hjá landslæknanum í Grønlandi. Vit hava stóra avbjóðing í mun til at fáa sunnari kynslív her í landinum. Vit síggja gongdina við nógvum tilburðum av kynssjúkum og óynsktum graviditeti, sigur landslæknin í Grønlandi. Og vit eru nógv, sum kunnu gera mun. Í fyrstu atløgu tey ungu, men eisini foreldur, skúlar, kommunur og heilsuverkið, sigur Henrik Trykker við sermitsiaq.gl. Tá ein persónur fær staðfest HIV, ger heilsuverkið kanningararbeiði fyri at finna fyrrverandi partnarar, sum síðani verða kannaðir fyri smittuna. Petur Karl av Rana, bóndi í Øravík, keypti í dag sítt egna festibræv aftur á tvingsilsuppboði í Fútarættinum. Hann hevði hægsta boð, eina millión og 600.000 krónur Suðuroyar Sparikassi fíggjar keypið. Fyrru ferð, festibrævið var í Fútarættinum, var tann 4. november. Tá var eittans boð, ein millión krónur, og tað boðið átti ein annar bóndi í Øravík sjálvur triði. Búnaðargrunnurin var nøgdur við tað boðið, hóast grunnurin eigur slakar 2,4 milliónirkrónur til góðar hjá Peturi Karli av Rana og tí kravdi festið selt á tvingsilsuppboði. Men advokaturin hjá Petur Karli av Rana segði tá í Fútarættinum, at festarin hevði samráðingar við peningastovn um fíggjarliga loysn sanering, og kundi um stutta tíð koma við einum boði upp á hálva aðru millión krónur. Tað boðið kom so í dag. Men hin bjóðaði yvir, eina millión og 550.000 krónur Tá so advokaturin hjá Peturi Karli av Rana legði 50.000 krónur afturat, gavst hin at bjóða. Nú kunnu fólk í Kunoy gleðast Kunoyartunnilin hevur loksins fingið ljós. Kunoyartunnilin er ein av teimum síðstu lágferðslutunlunum í landinum, ið nú verður dagførdur við trygdarútgerð. Sum liður í hesum arbeiði hava fólk frá Landsverki sett upp ljós í parti av Kunoyartunlinum. Talan er um royndarverkætlan fyri at kanna eftir, hvussu hetta slagið av ljósum roynist í tunlinum, skrivar Landsverk . Eftir at hava tryggjað bæði veggir og loft í Kunoyartunlinum, er nú klárt at seta inn trygdarútgerð í tunnilin eins og gjørt er í øllum øðrum lágferðslutunlum í landinum. Samanhangandi dioduljós eru sett upp á stuttum teini í aðrari síðuni í tunlinum sum eina royndarskipan. Roynt verður at finna trygdarstandard fyri, hvør útgerð skal vera í smærru tunlunum. Tí verður nýggja ljósskipanin nú royndarkoyrd í Kunoyartunlinum fram til fyrst í januar 2016. Tá verða ljósini flutt upp undir loftið í tunlinum fyri at vita, hvør av hesum staðsetingum roynist betri, skrivar Landsverk. Vegna forskattingina av pensjónum er tað betra loysnin at gjalda pensjónir úr Samhaldsfasta, heldur fyrrverandi Landsbankastjórin, Sigurd Poulsen. Hans Ellefsen, skrivari í Búskaparráðnum metir ikki, at beinleiðis fyrimunir eru við at eftirlønin verður goldin úr Samhaldsfasta, men tað er heldur ikki minni trygt enn gundupphæddin, sigur hann. Hinvegin metir Hans Ellefsen, at privata uppsparingin er for lítil í Føroyum, og hann harmast um, at samgongan vil lækka inngjaldingina til privatu uppsparingina. Tað verður dýrari at reka almenna geiran ikki bara tí vit verða fleiri eldri, men tí tað er ein náttúrligur partur av búskaparvøkstrinum. Tískil er neyðugt við fleiri átøkum, sum kunnu betra um búskaparliga haldføri, og nýggjasta inntrivið í fólkapensjónina hjá samgonguni hjálpir ikki uppá hetta, heldur Hans Ellefsen. Sum heild óttast teir báðir, at vandi er fyri, at nógvu broytingarnar í eftirlønarskipanini seinastu árini skaða álitið á skipanina. Hoyr allan Radaran og kjakið millum Aksel V Johannesen, løgmann og formann í Javnaðarflokkinum og Bárð Nielsen, formann í Sambandsflokkinum, her. Sambært lógini skalt tú hava búð í minst trý ár í Føroyum frá at tú ert 15 til tú ert 67 ár, fyri at fáa Samhaldsfasta. Tað er 52 ár í alt, og av hesum 52 árum skal tú hava búð í 40 ár í Føroyum fyri at fáa fulla upphædd. 11 persónar sum fáa minsta brotpartin, sum er 3 40 9 40. Tað svarar til millum 225 og 677 krónum um mánðain. 24 fáa millum 10 40 og 19 40. Tað svarar til 752 til 1.428 krónur um mánaðin 50 fáa millum 20 40 og 29 40. Tað svarar til eina mánaðarliga upphædd millum 1.505 og 2.182 krónur og 181 fáa millum 30 40 og 39 40. Tað er millum 2.257 og 2.934 krónur um mánaðin. Vit hava biðið TAKS gera nakrar úrokningar av, hvat pensjonistar hava eftir, eftir nýggju skipanini, alt eftir, um tey eru støk ella gift, og um tey hava búð í Føroyum alt teirra vaksna lív, ella tey hava búð 10 og 20 ár uttanlands. Sambært hesum gevur nýggja skipanin einum støkum pensjonisti 9.896 krónur eftir um mánaðin eftir skatt móti 9.733 eftir núverandi skipan. Fyri gift er hendan upphæddin 8.560 mótvegis 8.434 krónur eftir núverandi skipan. Eftir Kringvarpsgjald og Heilsutrygd gevur tað 4.804 krónur meira um árið fyri stakar pensjonistar og 2.552 krónir meira um árið fyri giftar pensjonistar. Viðkomandi fær 782, krónur minni í Samhaldsfasta um mánaðin enn tann, ið fær fullan Samhaldsfasta. Í netto merkir tað 6.038 krónur minni um árið, enn ein, sum fær fullan Samhaldsfasta. Ein stakur pensjonistur, sum hevur búð 20 ár uttanlanda hevur eftir nýggju skipanini 9.388 krónur um mánaðin eftir skatt og 9.371 krónir við núverandi skipan eftir skatt. Tað vil siga, at inntøkan eftir skatt er eitt vet hægri. Broytingin í kringvarpsgjaldinum merkir, at samanlagt hevur ein pensjonistur, sum hevur búð 20 ár uttanlanda 3.071 krónir meira eftir um árið enn eftir núverandi skipan. Somuleiðis er lítil og eingin munnur á inntøkuni hjá einum giftum pensjonisti sum hevur búð í 20 ár í uttanlanda eftir nýggju skipanini og einum giftum pensjonisti eftir núverandi skipan, men viðkomandi missir 6,073 krónur um árið í mun til tann, sum hevur búð í Føroyum altíð. Og taka við Kringvarpsgjald og heilsutrugdargjaldið við, ja so hevur viðkomandi næstan 3000 krónur meira eftir um áðrið, enn ein giftur pensjonistur hevur við verandi skipa. Hetta er serliga galdandi fyri tey, sum hava búð í Danmark árini í útlegd. Eitt nú fær man fólkapensjóninina við, um man hevur búð og arbeitt í Noreg og øðrum londum, og so síggja tølini eittsindur ørðvísi út. Annika Olsen minnir í uppskoti til samtyktar løgtingið á eina yvirlýsing, sum hon sum landsstýriskvinna gjørdi fyri seks árum síðani. Í 2009 undirskrivaðu danski løgmálaráðharran, Brian Mikkelsen, og landsstýriskvinnan í innlendismálum, Annika Olsen, yvirlýsing um, at Føroyar yvirtaka revsirættin. Í sambandi við yvirtøkuna varð stovnað revsirættarligt ráð, sum skuldi vera ráðgevi hjá landsstýrinum og løgtinginum viðvíkjandi revsilógini. Annika Olsen vil tí hava løgtingið at heita á landsstýrið um at dagføra og endurskoða føroysku revsilógina, laga hana til føroysk viðurskifti og harafturat umseta hana til føroyskt. Eitt stórt pedofilimál skakar norðmenn í hesum døgum. 40 ára gamal maður er ákærdur í einum máli, sum fevnir um heili 225 kynslig misbrot móti meira enn 100 børnum. Rætturin í Gjøvik fer nú undir umfatandi arbeiðið at viðgera allar ákærurnar, og øll tey raktu skulu eisini við í viðgerðina. Hetta ger rættarmálið til størsta revsimál nakrantíð í Gjøvik Tingrætti, har maðurin er ákærdur. Sambært Oppland Arbejderblad snúgva flestu ákærurnar seg um børn undir aldur, sum eru lokkað at lata seg úr og síðani gera ymiskt kynsligt framman fyri myndatóli á internet tænastuni MSN. Ákærurnar fevna eisini um kynslig misbrot, sum maðurin sjálvur hevur gjørt móti børnum yngri enn 16 ár. Hetta skal vera hent, tá maðurin var musikklærari. Somuleiðis er maðurin ákærdur fyri at hava framleitt barnapornografiskt tilfar. Undir eini húsarannsókn fann løgreglan 40.000 myndir og 4.000 filmar, sum vístu børn, ið vórðu misbrúkt kynsliga. Søgur um Rósu Mariu úr søgusavninum við sama heiti. Útgávuár 1995. Jens Pauli Heinesen hevur skrivað, Elin Brimheim Heinesen lesur. Søgur um Rósu Mariu úr søgusavninum við sama heiti. Útgávuár 1995. Jens Pauli Heinesen hevur skrivað, Elin Brimheim Heinesen lesur. Eitt videobrot hjá Mortan Mortensen, sum ofta tekur myndir illveðursdagar, er farið viralt. Tað er spælt meiri enn 50.000 ferðir á YouTube og meiri enn 20.000 ferðir á Facebook. Somuleiðis hava bæði Discovery og danska TV2 lagt videobrotið út á teirra heimasíðu. Søgur um Rósu Mariu úr søgusavninum við sama heiti. Útgávuár 1995. Jens Pauli Heinesen hevur skrivað, Elin Brimheim Heinesen lesur. Søgur um Rósu Mariu úr søgusavninum við sama heiti. Útgávuár 1995. Jens Pauli Heinesen hevur skrivað, Elin Brimheim Heinesen lesur. Í dag fevnir landsroknskapurin um næstan allar landsstovnar og alment virksemi, sum landið varðar av. Somuleiðis er við gjaldføri hjá landinum. Í mong ár hava Landsgrannskoðanin og løgtingsgrannskoðararnir gjørt vart við, at fleiri stovnar og grunnar ikki eru á fíggjarlógini og í landsroknskapinum. Í tí sambandi hevur verið víst á nakrar grundleggjandi ivaspurningar, tá ið ræður um játtanar , roknskapar og grannskoðanarviðurskifti. Landsgrannskoðarin sigur, at seinastu árini hava skiftandi landsstýrisfólk greitt frá um hesar stovnar og grunnar, uttan at komið er á mál við at greiða ivamálini. Framvegis er virksemið hjá stovnunum og grunnunum ikki við í landsroknskapinum, og heldur ikki eru sjálvstøðugir roknskapir fyri virksemið teirra lagdir fyri Løgtingið, skrivar landsgrannskoðarin í frágreiðingini fyri 2014. Í oktober í ár hevur landsstýriskvinnan greitt frá, at tað framhaldandi verður arbeitt við, hvussu samlaði almenni roknskapurin skal setast upp. Landsgrannskoðarin skrivar, at seinastu árini er alsamt meira virksemið hjá landinum lagt í virkiseindir, sum eru uttan fyri landsfyrisitingina, til dømis í partafeløg. Flestu almennu reglurnar galda ikki fyri hesi almennu partafeløgini. Feløgini eru heldur ikki partur av fíggjarlóg ella roknskapum, sum verða lagdir fyri Løgtingið. Tað ber tí til at siga, at landsroknskapurin í minni mun avspeglar veruliga virksemið og váðar hjá landinum, umframt at tílíkt virksemi í stóran mun ikki skal fylgja øðrum almennum reglum, stendur at lesa í frágreiðingini hjá landsgrannskoðaranum. Søgur um Rósu Mariu úr søgusavninum við sama heiti. Útgávuár 1995. Jens Pauli Heinesen hevur skrivað, Elin Brimheim Heinesen lesur. Hesa ferð savna tær pengar til børn við autismu og hjartabreki. Høvuðstiltakið er stór stuðulskonsert í Samljóð leygarkvøldið. Meira kunning fæst á facebookbólkinum hjá Kafe Muh Muh her Politiskt kjak um stakar uppihaldar og teirra sosialu kor er annað evnið, hitt eru tær mongu oljudálkingarnar sum javnan gera um seg í Føroyum. Kjarnin í kvøldinum verður samanrenningin millum teir tríggjar mentakapparnar Alexandur Kristiansen, Knút Olsen og Bárður Jákupsson, ið hava lagt so manga fagra slóð eftir seg. Í bókini Og várið kom hevur Knút sett løg til barnarím hjá Alexandur, sum Bárður hevur myndprýtt. Jensina Olsen og Finnur Hansen hava spælt yrkingarnar inn á fløgu, ið fylgir við bókini. Lógaruppskotið hjá Fíggjarmálaráðnum, sum skal loyva landinum at taka 108 milliónir krónur frá alivinnuni næsta ár, kom í Løgtingið í gjár. Sambært galdandi lóg hevði landið fingið 40 milliónir krónur í loyvisskatti og tøkugjaldi í 2016. Sambært uppskotinum, sum kom í gjár, fær landið í staðin fyri 108 milliónir krónur í tøkugjaldi. Alivinnan skal tí rinda landskassanum 68 milliónir krónur meira næsta ár. Tøkugjaldið verður ásett eftir prísinum, sum fæst fyri laksin. Hægri prísur gevur størri gjald, tó í mesta lagi fimm prosent, tá prísurin fer upp um 27 krónur fyri kilo. Fíggjarmálaráðið hevur broytt uppskotið, eftir at alarar gjørdu vart við framleiðslukostnaðin. Upprunaliga var ætlanin at taka fimm prosent av prísinum, tá hann fór upp um 25 krónur. Men tað er hækkað upp í 27 krónur í lógaruppskotinum. Fyrst var gjaldið 2,5 prosent, tá prísurin er millum 23 og 25 krónur. Men tað er broytt til at vera 2,5 prosent. tá prísurin er millum 23 og 27 krónur. Kortini er uppskotið mett at geva landskassanum tað sama sum upprunaliga mett. Samstundis verður loyvisskatturin, hálvt fimta prosent av skattskyldugu inntøkuni, strikaður. Tøkugjaldið kann dragast frá í skattskyldugu inntøkuni hjá alivinnuni, sum í 2017 fer at rinda góðar 12 milliónir krónur minni í partafelagsskatti, hevur Fíggjarmálaráðið roknað út. Landsstýrið heldur, at alivinnan eigur at rinda fyri síni framíhjárættindi, sum eru atgongdin til føroysku aliøkini. Alararnir, Havbúnaðarfelagið, mæla løgtinginum staðiliga frá at samtykkja uppskotið. Andstøðan í Rættarnevndini, Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin, tekur annars undir við broytingunum í Barisilsskipanini, sum landsstýrið mælir til at gera. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir í Fólkaflokkinum heldur tó eisini, at inntøkuskatturin eigur at minka tað, sum inngjaldið í Barsilsskipanina hækkar. Løgtingið fer at atkvøða um málið í morgin. Í næstu viku verða tingfundir hvønn dag. Fíggjarnevndin miðar eftir at koma við álitinum um fíggjarlógina fríggjadagin í næstu viku. Um tað gongst sum umhvørvisstovan ætlar, fara Føroyar í framtíðini at herða krøvini um hvørja olju skip kunnu brenna í føroyskum sjóøki og í føroyskum havnum. Sambært eini fyriskipan frá IMO, sum er altjóða sjóvinnustovninum hjá ST, so verður tungolja við høgum svávulinnihaldi bannað at nýta á heimsins høvum um fýra ár. Føroyar eru limur í IMO og tískil mugu vit fyglja teirra ásetingum og fyriskipanum. Tungolja inniheldur munandi meiri svávul enn vanlig gassolja og dálkar tískil verri. Í løtuni er altjóða kravið, at svávulinnihaldið í olju ikki skal vera hægri enn 3.5 prosent, men frá 2020 at rokna skal kravið um 3.5 prosent minkast niður í 0.5 prosent. Harafturat hevur ES tikið avgerð um, at skip sum liggja í havn ikki kunnu brenna olju, sum hevur eitt svávulinnihaldi ið er hægri enn 0.1 prosent ið svarar til vanliga gassolju. Umhvørvisstovan fer at mæla til, at Føroyar eisini seta ES kravið í gildi, so skip við bryggju bert kunnu brenna vanliga gassolju. Henda áseting er longu í gildi í grannalondunum. Tess meiri svávul er í oljuni, tess verri dálkar hon luftina so ampin, ið nógv hava av at skip rúka illa við bryggja í Føroyum, fer at minka, tí svávulinnihaldið í oljuni fer at verða 35 ferðir lægri enn tað er í dag. Í Føroyum eru tað bert farmaskipini, størsu nótaskipini og størstu trolararnir umframt Smyril og Norrøna, sum brúka tungolju. Smyril fer longu næsta ár at leggja um frá tungolju til gassolju. Reiðarar, sum útvarpið hevur tosað við, siga, at hóast tungolja er bíligari enn reinari gassolja, fer herda kravið ikki í longdini at hava stórvegis ávirkan á raksturin, tí reinari olja slítur minni og krevur minni viðlíkahald enn tungolja. Umleið 20 prosent av børnum sigast at vera serliga kenslusom. Men hvat merkir hetta, at eitt barn er serliga kenslusamt, og hvat eyðkennir hesi børn Turið Horn, psykoterapeutur og námsfrøðingur, greiðir frá. Karin Dahl og Elisabeth á Lakjuni greiða frá, hvussu gerandisdagurin er, tá eitt av børnunum er serliga kenslusamt, og Maibritt Poulsen, námsfrøðingur, greiðir frá, hvussu børnini eru, tá tey eru á dagstovni. Bøkur um evnið Sambært almennu tíðindastovuni í Norðurkorea, KCNA, hevur Kim Jong un, tá hann var á vitjan á søguligari hernaðarstøð, tilsipað, at hann hevur vandamikil vápn á goymlu. Kim Jong un nevndi, at Norðurkorea longu er eitt valdsmikið kjarnorkuland, sum er tilreiðar at skjóta eina kjarnorkubumbu og eina hydrogenbumbu fyri at verja landsins støðu, skrivar KCNA í dag. Norðurkorea hevur fyrr gjørt royndir við trimum kjarnorkubumbum. Men tað er munandi størri bumbutilfeingi, um landið eisini hevur ment eina hydrogenbumbu. Hydrogenbumbur eru bygdar á ketureaktión, sum stendst av samanbræðing, fusión, og tað skapar uppaftur ógvisligari spreinging enn kjarnorkuvápn, sum eru bygdar á kloyving, fissión. Fyrr hevur Noðurkorea sagt seg hava størri og máttmiklari vápn enn kjarnokurvápn, men hetta er helst fyrstu ferð, at Kim Jung un beinleiðis hevur sipað til hydrogenbumbur. Men altjóða samfelagið og serfrøðingar hava fyrr kveistrað burtur uppáhaldið um nýggj og máttmikil vápn og sagt tíðindi at verða óálítandi. Í september ávaraði Institutt fyri gransking og Altjóða trygd í Washington um, at myndir frá fylgisveinum hava víst nýggjar bygningar nærindis einum kendum norðurkoreiskum kjarnorkuverki. Tað bendir, sambært felagsskapinum, á, at talan er um nýtt hús, har týðandi nýggir lutir til hydrogenbumbu kunnu verða framleiddir. Tað vóru meir enn tvífalt so nógv flóttafólk, ið søktu um uppihaldsloyvi í í Danmark í juli, august og september, sum teir tríggjar mánaðirnar frammanundan. Tað eru framvegis Týskland, Ungarn og Svøríki, sum fólkini velja at búgva í, sæst í uppgerðini. Meir enn helvtin í Týsklandi og í Ungarn. Borgarakríggið í Sýria hevur við sær, at triðjahvørt fólk sum ynskir at búseta seg í einum ES landi, er úr Sýria. Næstflest eru úr Afghanistan og triðflest úr Irak. Yvir 5.500 fólk søktu um uppihaldsloyvi í Danmark í triðja fjórðingsári, og tað vóru meir enn tvífalt so nógv sum í øðrum fjórðingsári. Eisini Fíggjarnevndin hjá løgtinginum undrast á, at tað kostar tvær milliónir krónur at umsita góðar 8,3 milliónir krónur Nevndin hevur tí spurt Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu, um hetta. Skipanin er tung at umsita, og tí kostar umsitingin nógv, svarar landsstýriskvinnan. Inntøkan hjá húskinum avger, um húskið, ikki einstaklingurin, er fátækt. Í Føroyum er eingin skipan, sum sjálvvirkandi umsitur leypandi veitingar, sum verða latnar eftir inntøkuni hjá húskjum. Tí skulu umsóknirnar viðgerast við hond, manuelt. Stuðulin, sum húskini hava rætt til, broytist, tá inntøkan broytist, til dømis, tá fólk fara hvørt til sítt ella finna saman, tá fólk gevast at arbeiða og fara í skúla ella gerast sjúk. Eisini verður neyðugt at lata húskjum, sum hava fingið ov lítið, fleri pengar ella krevja pengar aftur frá teimum, sum hava fingið ov nógv, stendur í svarinum, sum Fíggjarnevndin fekk úr Almannamálaráðnum. Facebook er á tremur av teimum, dáma og deil kappingunum, har handlar og fyritøkur fáa Facebook brúkarar at lýsa fyri seg. Hetta gera teir við at skipa fyri kappingum, har tú ert við í lutakastinum um ein vinning, um tú altso dámar og deilir ein tekst ella lýsing, sum tey hava gjørt. Tað er loyvt, men Facebook hevur ment eina funku, ið ger, at tað ber til at verja seg fyri hesum, sigur Rannvá Ragnarsdóttir, stjóri á Brúkaraumboðnum. Tað var úrslitið av samráðingunum ímillum ES og Føroyar, sum vóru í Keypmannahavn í vikuni. Kvotan hjá ES í føroyskum sjógvi av kongafiski fer úr 1.100 tonsum niður í 500 tons Sínámillum atgongdin at fiska makrel lækkar við 15 prosentum samsvarandi lækkingini í heildarkvotuni. Føroyar kunnu í 2016 fiska 32.446 tons av makreli í ES sjógvi. Sínámillum atgongdin at fiska svartkjaft í økinum hjá hvørjum øðrum verður broytt samsvarandi tilmælinum frá ICES um áseting av heildarveiðuni av svartkjafti í 2016. Føroysk skip kunnu í 2016 fiska 21.500 tons av føroysku kvotuni í ES sjógvi. Harumframt fáa Føroyar tillutað 9.000 tons av kvotu frá ES, so samlaða føroyska svartkjaftakvotan í ES sjógvi í 2016 verður 30.500 tons. Í Nálareyganum royna vit heitislagið á nýggju útgávuni, Øl við tárum í , ið Simon Von Konoy hevur givið út. Vertur í Kvørnini er Eyðfinn Jensen. Nú mælir leiðslan á Suðuroyar sjúkrahúsi til, at barnakonur í Suðuroynni, sum ikki vilja á Landssjúkrahúsið, kunnu eiga á sjúkrahúsinum á Tvøroyri. Men tað skal vera undir somu ábyrgd sum tær, ið eiga heima við hús Skulu konur eiga á føðistovuni á Suðuroyar sjúkrahúsi, má talan verða um bráðfeingis føðing ella heimaføðing, har kvinnan sjálv vil sleppa at eiga í Suðuroynni og ikki í Havn. Landsstýriskvinnan í heilsumálum hevur givið leiðslunum á Suðuroyar sjúkahúsi og Landssjúkrahúsinum freist til 14. desember at koma við einum felags tilmæli. Framferðarháttur Blenda alt tilfarið saman í einari hvirlu. Forma til lítlar bollar og rulla í kokos Nýt vatn um tað ikki kleprar . Borgarar í Fuglafirði eru farnir at savna inn undirskriftir móti ætlanini hjá meirilutanum í býráðnum at fylla út í fjøruni á vestara armi í býnum. Málið skuldi koma fyri á býráðsfundi í Fuglafirði í kvøld, men tað varð tikið av skrá. Í staðin varð avgjørt at hava borgarafund um málið í februar. Mynd Eyðun á Lakjuni er í meirilutanum í Fuglafjarðar býráð. Hann tekur undir við ætlanini at fylla út á vestara armi til ætlaðu íbúðarbyggingina Tveir sálarfrøðingur vórðu settir í starv í skúlaverkinum í heyst, og seinastu tveir mánaðirnar hava meiri enn 30 næmingar fingið hjálp. Júst sum tveir dropar av vatni tvíburar. Soleiðis siga vit, tá tveir persónar hava somu mammu og verða føddir næstan samstundis. Men hvussu er at vera tvíburi eru tvíburar heilt eins, er eitt serligt samband millum tvíburar, og er tað stuttligt at hava ein dupultgangara Í sendingini hitta vit trý tvíburapør, sum fortelja, hvussu tey uppliva at vera tvíburar. Lagt til rættis Rannvá Gaard Fossaberg. Veiðan higartil í ár er fleiri ferðir minni enn somu tíð í fjør, tá stívliga 5.000 harur lótu lív fyri byrsuni. Tað sigur Eyðfinn Magnussen, ið tekur sær av at skráseta haruveiðina í Føroyum. Vánaliga veiðan er at síggja um alt landið. Eisini í stóru harubygdunum. Í Vestmanna fingu tey í fjør 1.120 harur, men higartil í ár hava tey bara fingið 145 harur. Í Sørvági er veiðan eisini lakari enn í fjør. Har skutu tey 553 harur í fjør, men bara 133 higartil í ár. Talið á túrum er eisini nógv minkað. Higartil eru bara 162 túrar skrásettir, men í fjør vóru 547 túrar. Orsøkin til vánaligu haruveiðina er ringa veðrið í november og desember. Haraftrat er eisini minni til av haru í ár orsakað av ringa veðrinum, sum var fyrst í árinum, sigur Eyðfinn Magnussen. Hann metir kortini, at haruveiðan hevur verið sindur frægari enn tølini, sum higartil eru fráboðað, vísa, tí summi bíða við at skráseta til harutíðin er liðug. Eyðfinn Magnussen heldur eisini, at tey, sum skjóta haru, hava verri hug at boða frá tá veiðan er lítil, sammett við góðu túrarnar. Tað er harðliga fyri neyðini, at Landsbankin verður endurstovnaður. Í øllum førum sambært Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum. Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum spurdi landsstýriskvinnuna, hvørjar uppgávur í fíggjarmálum ikki verða nóg væl røktar, síðani Landsbankin skal endurstovnast. Kristina Háfoss svarar við at nevna fimm uppgávur. Tær fimm uppgávurnar, sum sambært landsstýriskvinnuni ikki verða nóg væl røktar, eru Figgjarøkið er í dag partvíst yvirtikið, tryggingarfeløg, pensjónsfeløg og realkredittfeløg eru undir føroyskari lóg og føroyskum eftirliti. Fíggjarnevndin spurdi landsstýriskvinnuna, um ætlanin er at yvirtaka málsøkið peningastovnar. Um tað er eingin ætlan í løtuni, og tann yvirtøkan er heldur ikki nevnd í samgonguskjalinum, svarar Kristina Háfoss. Tað samtykti Tórshavnar býráð í gjárkvøldið. Tá Høllin á Hálsi er útbygd tíðliga í 2017 sambært ætlanini, verður pláss fyri 2.500 til 3.000 fólkum í høllini. 100 bilpláss koma afturat. Fimleikahøllin í Skúlanum á Argjahamri verður útbygd og umbygd til fulla ítróttahøll við áskoðaraplássum. Høllin á Argjahamri skal vera liðug næsta heyst. Tað hevur einki landslið verið fyri teimum yngru fimleikarunum í Føroyum, men hetta verður nú broytt, boðar Føroya Fimleikasamband frá á heimasíðuni. Sunnudagin verður úttøka til tey nýggju landsliðini í amboðsfimleiki, Føroya Fimleikasamband nú tekur stig til at stovna fyri børn í aldrinum 9 13 ár, í Fimi í Havn. Aldursbólkurin hjá gentulandsliðnum er 9 12 ár, og hjá dreingjunum 10 13 ár. Venjingarnar hjá teimum báðum landsliðunum byrja í januar, sigur Fimleikasambandið. Í miðal eru fýra sjúklingar við mótstøðuførum bakterium innlagdir í senn. Allir sjúklingar, sum hava VRE, sum er multimótstøðufør bakteria, verða avbyrgdir. Ein sjúklingur hevði blóðsótt. Hildið verður, at 26 av teimum 58 tilburðunum kanska eru íkomnir í sjúkrahúsum í Danmark. Tað upplýsir Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, í svari til Fíggjarnevndina hjá løgtinginum. Landsstýriskvinnan sigur eisini, at útsetta byggingin við Landssjúkrahúsið økir váðan fyri, at mótstøðuførar bakteriur breiða seg. Landsstýrið hevur avgjørt, at íløgan til útbyggingina næsta ár minkar úr 60 niður í 25 milliónir krónur Bygningurin verður tí liðugur síðst í 2019 og ikki, sum ætlað, 23.februar í 2019. Hetta ger, sigur landsstýriskvinnan, at medisinsku seingjardeildirnar framhaldandi vera ov trongar, og fleiri sjúklingar fara at liggja í hvørjum rúmi. Tað økir smittuvandan og váðan fyri, at mótstøðuførar, resistentar, bakteriur breiða seg. Eisini fara karmarnir hjá sálarsjúkum sjúklingum og viðgerðin at vera heilt ótíðarhóskandi í longri tíð enn ætlað. Sjálvsævisøga er serstøk bókmentagrein. Til jóla eru tvær bøkur komnar av hesum slagi. Lívið er mítt listaverk er heitið á bók, ið Steintór Rasmussen hevur skrivað um seg sjálvan, og Jógvan Arge hevur skrivað fyrsta bind um seg sjálvan undir heitinum Havnarmaður og gøtuskuri. Erhard Jacobsen hevur lisið bøkurnar og ummælir tær. Tað eru Ivan Hentze Niclasen og Hans Petur Hansen, sum hava lagt filmin til rættis. Framløgan verður á Seglhúsloftinum á Tvøroyri leygardagin 12 desember kl.17.30. Tá verður greitt frá um filmin og eitt brot verður víst. Ritstjórarnir ætla, at bókmentaritið Vencil kemur í framtíðini út einaferð um árið og ikki tvær ferðir sum higartil. Afturímóti verður ritið rúgvismeiri. Vit hitta ritstjórarnar, Arnbjørn Ó. Dalsgarð og Oddfríð M. Rasmussen. Fiskimenn fáa meira burturúr í ár enn í fjør, vísa nýggjastu tølini hjá Hagstovuni . Higartil í ár eru hýrurnar 20 prosent størri enn í fjør. Men fiskimenninir eru 12 færri enn í fjør. Higartil í ár eru hýrurnar 823 milliónir krónur, 136 milliónir meira enn í fjør. Sambært Hagstovuni eru fleiri løntakarar í Føroyum nú enn í fjør. Millum 30 og 40 løntakarar leggjast afturat hvønn mánað, sambært nýggjastu tølunum hjá Hagstovu Føroya. Meira verður tí goldið í lønum í ár. Undir yvirskriftini lønargjaldingarnar leypa uppfrá skrivar Hagstovan, at november var triði mánaðin á rað, at lønirnar vuksu hálvt triðja prosent. Silja Strøm sýnir fram málningar, keramikk og tekst á framsýningini. Verkini fevna bæði um abstraksjón og figurasjón og snúgva seg um listaligar grundspurningar. Silja er ung listakvinna, fødd í 1987, uppvaksin í Vestmanna, er útbúgvin á listaakademii í Glasgow, til at sleppa at halga seg til listaliga arbeiðið hevur henni verið veittur stuðul, eitt nú úr Gávugóðsi úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum, hon hevur eisini fingið virðisløn til ungt listafólk frá Mentamálaráðnum. Og fyrr í ár fekk Silja starvsløn í hálvt ár frá Mentanargrunninum. Silja er virkin og hevur fingist við so mangt í 2013 stóð hon sjálv onnur á odda fyri Summarframsýningini í Norðurlandahúsinum, eisini hevur hon myndprýtt bøkur, eitt nú stuttsøgusavnið Gullgentan eftir Hanus Kamban, sum Føroyar tilnevndu til norðurlendsku bókmentavirðislønina í 2012. Solveig H. Olsen er ungur listfrøðingur, ið starvast í Listasavni Føroya. Ung skøld mangla ein pall at lesa upp á. Tað halda fólkini handan Røddina, og tí hava tey tikið stig til nýtt tiltak, har ung fólk, sum hava tekstir av ymsum slagi liggjandi, sleppa framat eini mikrofon og lesa upp alment. Tað verið seg yrkingar, hugleiðingar, søgur og so framvegis. Í morgunsendingini greiddu tveir av fyriskiparunum, Unn Danielsen og Katrin Dahl Hanusson, frá tiltakinum, umframt at Unn las upp egnar hugleiðingar. Víðagitni amerikanski sangarin Frank Sinatra hevði fylt 100 í morgin leygardagin. Gunnar Nolsøe hevur hitt klaksvíkingin í Íslandi, Jógvan Hansen, sum er ógvuliga hugtikin av sangaranum, til eitt Sinatra prát. Verði eg valdur, merkir tað, at eg fáikrónur55.000, skattafríðar niður í lumman, fyri at lata meg flyta við Smyrli til og úr Tórshavn Er hetta ikki praktfullt Eg havi ferðast til arbeiðis til høvuðsstaðin hvønn dag tey seinastu 10 árini. Hatta er eitt markleyst svínarí, sum eg hvørki kann ella vil góðtaka Hví skal eg NÚ fáa tílíkar sersømdir Eitt er ávíst endurgjald, men eitt SO stórt ískoyti til frammanundan góðu tingmannalønina, hoyrir ongastaðni heima Verði eg valdur, fari eg tí at nýta munin av veruliga ferðakostnaði mínum og hesum krónur 55.000, til eitt jólaborðhald hin 06. desember, har allir mínir veljarar eru vælkomnir Takið meg uppá orðið, tykor . Talan er um spælifilm á 63 minuttir. Filmurin er ikki tilnevndur, men ein brellbiti á tríggjar minuttir verður tó vístur av filminum á Geytanum. Nevndin í TF Holding mælir til, at avlopið hjá samtakinum verður býtt millum tey, sum hava trygging hjá Tryggingarfelagnum Føroyum. Á eykaaðalfundi hjá Ognarfelagi tryggingarfelaganna í dag fer umboðsráðið at atkvøðu um uppskotið um at loyva nevndini í TF Holding at skjóta upp at geva limum felagsins, tað er teimum, sum hava trygging í Tryggingarfelagnum, vinningsbýti. Andrias Ziska, formaður í umboðsráðnum hjá Ognarfelagnum, sigur, at flestu, sum hava trygging hjá Tryggingarfelagnum, eisini eru kundar í hinum feløgunum hjá TF Holding, til dømis Eik, so tey fáa eisini vinningsbýti. Annars eru tey vælkomin at keypa trygging. Men er tað ikki lættari bara at lækka tryggingargjøldini Andrias Ziska er formaður í umboðsráðnum hjá Ognarfelagi tryggingartakaranna. Borgarstjórin í Fuglafirði kærir nú býráðslimin, Sigurð Simonsen, til Innlendismálaráðið fyri at hava umbiðið tekningar til útfylling og planering uttan um kommunalu fyrisitingina. Tað eydnaðist ikki útvarpinum at fáa viðmerking frá Sigurði Simonsen til hesa tíðindasendinga. Meira verður at frætta í útvarpstíðindunum seinni í dag. Sumbingar dansaðu og kvóðu tað mesta av náttini og so fóru teir til skips morgunin eftir við Akraborg. Marius greiðir í hesi sendingini frá upptøkuferðum til Sumbiar og Gøtu, frá upptøkum á Velbastað og í Havn. Í sendingini hoyra vit Tá eg verði stórur, Nu har jeg f et sorg, Brókatátt, Kvæðið um frísarnar, Grím á Miðanesi, Der bor en jarl i Engeland, Boaratáttin, Norske Løve, Fípuna Føgru og Brynhildartátt Bergur Arnbjarnarsonur Dalsgarð úr SU og Tummas Jóhan Larsen í HUXA kjakast um fosturtøku og fosturtøkulógina. Er fosturtøkulógin nútíðarhóskandi Lurta og hoyr hvat Bergur og Tummas halda. Maria Forrestal úr felagsskapinum Pro Vita greiðir frá um teirra virksemi, og hvat tey halda um fosturtøku. Eisini greiðir hon frá um hvussu tey royna at fyribyrgja fosturtøku. Petri Kemppinen, stjóri í norðurlendska sjónvarps og filsmgrunninum, er ovfarin av stuttfilmunum, sum eru í uppskoti at fáa Geyta virðislønina í kvøld. Ósemja er í samgonguni um ætlaðu broytingarnar hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, í fiskivinnulógini. Ósemjan snýr seg serliga um uppboðssøluna. Tey, sum hava havt uppskotið um tilfeingissgjøld og uppboðssølu til hoyringar, hava gjørt viðmerkingar, og eftir øllum at døma hevur landsstýrissamgongan avgjørt at ganga onkrum viðmerkingum á møti. Seinnapartin var samgongufundur, og eftir fundin sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, at smærri broytingar verða gjørdar í uppskotinum, áðrenn tað verður lagt fram mánadagin. Broytingarnar ávirka tó ikki tað grundleggjandi í málinum, og bæði uppboðssøla og tilfeingisgjøld fara standa í uppskotinum, sigur løgmaður. Tað vakti ans, at trý tingfólk atkvøddu ímóti, og at nøkur atkvøddu blankt, at Sólja í Ólavsstovu skuldi halda fram sum løgtingsins umboðsmaður eitt skeið aftrat. Sólja í Ólavsstovu vildi í fyrstu atløgu ikki gera viðmerkingar til misálitið á seg frá trimum tinglimunum, men nú sigur hon, at hon tekur úrslitið av atkvøðugreiðsluni til eftirtektar. Fosturtøka og fosturtøkulógin er eitt eymt evni hjá teimum flestu, og serliga teimum, ið hava upplivað tað at fáa eina fosturtøku. Lurtið og hoyrið samrøðu við 21 ára gamla gentu, ið fekk framt eina fosturtøku sum 17 ára gomul. Gentan vildi vera dulnevnd, og tað hava vit eftirlíkað, tí talan er um eitt eymt evni. Hoyrið eisini Katrina Kallsberg, serlækna í kvinnusjúkum og burðarhjálp, greiða frá um hvussu ein fosturtøka fer fram og Mariu Forrestal úr Pro Vita Føroyar greiða frá um teirra sjón á fosturtøku. Bilstøðin Auto og hýruvognarnir, sum koyra fyri støðina, gjalda SDC millum 300.000 og 350.000 krónur um árið fyri tænastur, sum eru knýttar at gjaldskortunum. Niðurstøðan hjá dómsnevndini er at halda seg innan givnar karmar kann vera størsta filmslist. At vera avmáldur, ella rættari avmáld, kann vera størsta filmslist. At vera fluga á vegginum, tá tvær kvinnur ætla sær í ball, og eingin annar er til staðar enn guli liturin á hurðini, kann eisini vera størsta filmslist. Mest heilskapti filmur í ár hevur ongar náttúrumyndir, men bjóðar upp til kompaktan kamardans við kamera á vesinum á Oyrasundskollegiinum. Við støði í teimum trimum metingarvirðunum søgu, filmsmáli og tøkni er vinnarin universella søgan Stina Karina. Hon er betri enn hinar, sigur dómsnevndin í grundgevingini. Tey vístu á, at bæði samgonga og andstøða vilja hava eina serliga skipan fyri fíggjarliga sperdar barnafamiljur, so børnini ikki liva í fátækraváða, við teimum avmarkingum og avleiðingum, sum tað hevur hevur. Eitt lógaruppskot um at hjálpa barnafamiljum er í løgtinginum til viðgerðar í løtuni. Men tann skipanin kemur ikki í gildi fyrr enn næsta ár. Tey, sum komu við uppskotinum um eykajáttan, siga, at á jólum, meira enn nakrantíð, merkja børnini í fíggjarliga sperdum familjum avleiðingarnar av at vera í fíggjarligari trongstøðu, og tí verður eykajáttanin latin Barnabata, sum veitir jólahjálp. Djóni Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabata, fegnast um, at løgtingið í gjár samtykti at lata Barnabata hálva millión krónur til jólahjálp. Yvir 400 hava søkt um hjálp í ár. Besti føroyski filmurin í ár er um tvær ungar kvinnur, sum rigga til at fara í ball. Tað sigur dómsnevndin, sum í gjárkvøldið kunngjørdi, hvør fekk ársins Geyta. Landsstýrið er nú komið eftir, at tað riggar ikki, at fólkapensjónin minkar uttan at útgjaldið frá Samhaldsfasta veksur sama dagin. Tí hava landsstýriskvinnurnar Eyðgunn Samuelsen og Kristina Háfoss biðið løgtingið síggja til, at báðar broytingarnar henda í senn. Í staðin fyri at siga, at broytingin í fólkapensjónini kemur í gildi 1.januar 2016, skal standa í lógini, at landsstýriskvinnan ásetur í kunngerð, nær lógin kemur í gildi. Endamálið við broytingini er at tryggja, at samsvar verður millum broytingarnar í grundupphæddini og viðbótini í fólkapensjónini og hækkingini í útgjaldinum úr Samhaldsfasta. Løgtingið kann ikki broyta fólkapensjónina, uttan at vissa er fyri, at árliga útgjaldið úr Samhaldsfasta hækkar í 2016, sigur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna. Samstundis biður Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, løgtingið síggja til, at stýrið fyri Samhaldsfasta ger skjótt av, so útgjaldið hækkar sum skjótast. Í staðin fyri at fáa til 1.april næsta ár at taka avgerð um at hækka inngjaldið, skal stýrið fyri Samhaldsfasta bara fáa freist til 10.januar at hækka útgjaldið. Endamálið við broytingini hjá Kristinu Háfoss er tann sama sum hjá Eyðgunn Samuelsen, tað er at tryggja, at samsvar verður millum ætlaðu broytingarnar í grundupphæddini og viðbótini í fólkapensjónini og hækkingina í Samhaldsfasta. Landskassin fær samanumtikið góðar 94 milliónir krónur meira í inntøkum næsta ár enn mett varð, tá løgtingið fekk dagførda uppskotið um fíggjarlóg fyri 2016 frá landsstýrinum. Fíggjarnevndin hevur nú fingið nýggjastu tølini frá Fíggjarmálaráðnum. Sambært teimum koma fýra milliardir og 617 milliónir krónur í landskassan næsta ár. Teir fýra andstøðuflokkarnir hava kært til formansskapin í løgtinginum um, at eitt upprit hjá umsitingini hjá løgtinginum nú er komið undan kavi, sum setur spurnartekin við framferðina, tá tey trý uppskotini um broytingar í hjúnabandslógini vóru til viðgerðar. Andstøðuflokkarnir í løgtinginum krevja eina frágreiðing frá formansskapinum og mæla ti til, at uppskotini verða burturvíst, ella at fyrsta viðgerð verður av nýggjum. Uppskot um at broyta hjúnabandslógina var eisini í løgtinginum í 2013. Tá gjørdi umsitingin hjá løgtinginum vart við tað sama, sum nú kemur óvart á andstøðuna. Á Leirvíksvegnum gleið ein bilur og rend á ein pela. Eingin persónskaði var, men bæði bilurin og pelin fóru illa. Vakthavandi sigur, at bilurin koyrdi ov skjótt eftir umstøðunum. Á einum skeinkingarstaði sótu nøkur ung, sum vóru yngri enn 18 ár. Tað vísti seg tó, at tey høvdu einki fingið at drekka á skeinkingarstaðnum. Men ungu fólkini vóru kortini rikin á dyrð, tí tú skalt verða 18 ár fyri at vera á skeinkingarstaði. Løgreglan hevur eisini gjørt fyribyrgjandi arbeiði móti harðskapi í nátt. Tað er, tá løgreglan er sjónlig í býarlívinum og vitjar á skeinkingarstøð. Klokkan tvey í nátt fekk løgreglan í Havn boð um, at ein kona varð sligin. Tað vísti seg, at tað var samlivari hennara, sum hevði sligið. Konan er avhoyrd, men maðurin var so fullur, at neyðugt var at taka hann við á politistøðina at sova rúsin av sær. Hann verður avhoyrdur seinni í dag. Í Vági fóru tveir menn til hendurs. Talan var um ein føroying og ein útlending. Løgreglan kom á staðið og fekk tosa menninar til rættis. Fleiri meiningakanningar eru gjørdar í Evropa seinastu tíðina, og allar kanningar vísa, at flokkar, sum eru ímóti tilflytarum, hava framgongd. Í Noregi hevur Framburðsflokkurin 4,5 prosentstig í framgongd, í Svøríki hava Svøríkisdemokratarnir 4,7 prosentstig framgongd, og í Danmark er framgongdin hjá Danksa fólkaflokkinum 2,7 prosentstig. Tað var, sum tá ein jarnbreytarvognur ella ein tungur lastbilur koyrir framvið, sigur Kuuvet Atakan, professari á universitetinum í Bergen. Sára kom á mál við tíðini 4.50.30, og harvið tók hon eitt gott sekund av sínum gamla metið, sum hon sjálv sett setti á oyggjaleikunum í Jersey í summar. Svimjing.com skrivar, at tað var ein spennandi kapping, har Sára eitt skifti var á silvurplássi. Hon bleiv tó tikin í teimum báðum síðstu longdunum, tá svomið varð frítt. Róland Toftum úr Suðuroyar svimjifelagi hevur sett nýtt juniormet. Tað gjørdi hann í innleiðandi umfarinum í 200 m. bringusvimjing. Alvi Hjelm vann bronsu í seniorfinaluni í 400 m. blandað. Alvi kom á mál sum nummar trý við tíðini 4.21.26. Tíðin hjá Alva er nýtt persónligt met. Dreingirnir settu eisini nýtt met, tá teir svumu 4x200 m frí við tíðini 7.58.75. Gamla metið var frá heilt afturi í 2006. Tann tíðin var 8.02.75 Í dag er síðsti kappingardagurin á skránni, men longu nú er greitt, at føroysku svimjararnir hava klárað seg betri í ár samanborið við í fjør og eisini samanborið við 2014. Eg síggi einki mótmæli. Avtalan er samtykt, segði formaðurin á toppfundinum, franski uttanríkisráðharrin, Laurent Fabius, meðan fagnaðarróp og lógvabrestir rungaðu í salinum, tá hann dukar grøna COP21 hamaran í borðið. Amerikanski uttanríkisráðharrin, John Kerry, og fyrrverandi varaforsetin, Al Gore, kinesiski samráðingarleiðarin, Xie Zhenhua, ES verðurlagskommisserurin, Miguel Arias Canete og nógv onnur hálsfevndust og klappaðu hvør øðrum á herðarnar, men blitsini frá myndatólunum eru sum snarljós. Verðurlagsavtalan, sum verður sett í gildi í 2020, skal halda hitavøksturin niðanfyri tvey stig, samanborið við stigið hjá ídnaðinum fyrr, og skal miða eftir at avmarka vøksturin til hálvt annað stig. Heimsins lond eru samd um verðurlagsavtaluna, samstundis sum at 2015 helst verður heitasta árið, sum nakrantíð er mátað á jørðini. Pólarnir bráðna, meiri skerpingur, fleiri vatnflóðir og hægri vatnstøða eru nøkur boð frá vísindafólkum um framtíðina, um ikki vit minka um útlátið av veðurlagsgassum. John Kerry rósti, í talu síni á veðurlagsráðstevnuni, nýggju avtaluni og segði tað verða stórsigur fyri alla planetina og fyri komandi ættarlið. Eisini ES verðurlagskommisserurin hevur nógv lovorð. Í avtaluni eru allir seymir og skrúvur, sum skulu brúkast í einum aftursvari til størstu avbjóðinga hjá mannaættini, sigur Miguel Arias Canete. Paris avtalan endurspeglar klókskap og at samráðingarleiðararnir hava arbeitt hart, og avtalan verður til gagns fyri alt fólkið, sigur Xie Zhenhua. Nú kunnu vit síggja málið. Latið okkum gera arbeiðið liðugt. Heimurin eygleiðir okkum. milliónir av menniskjum er bundin av tykkara klókskapi, segði ST aðarskrivarin í eini inniligari áheitan á fundarluttakararnar, teir síðstu tímarnar áðrenn avtalan varð samtykt. Tað stóð nógv á, og í nakrar tímar ígjár stóð í botni, tí Nikaragua, Turkaland og Ukraina vildu ikki verða við í søguliga avtaluni, og fundurin varð slitin. Umhvørvisfelagsskapin fegnast um avtaluna, sum ikki bert vil avmarka at hitin á jørðini hækkara meria enn tvey stig, men at hon eisini nevnir málið í mesta lagi hálvt annað stig . Ein kvinna er fyri fyrstu ferð vald inn í politikk í Saudi Arabia. Tað skrivar AFP tíðindastovan, sum endurgevur formannin fyri almennu valnevndina í landinum, Osama al Bar, sum keldu. Sambært Saudi arabiskum myndugleikum høvdu umleið 130.000 kvinnur valrætt til valið við at skráseta seg. Tað sama er galdandi fyri umleið 1,35 milliónir mannfólk. Konservativa kongsdømi er, sambært AFP tíðindastovuni, tað síðsta í heiminum, har tað til í dag bert hava verið menn, sum eru slopnir at atkvøða. Valrætturn hjá kvinnum verður í Saudi Arabia bert hildið at verða lítið framstig í einum landi, har kvinnur framvegis ikki hava loyvi at kyra bil, og skulu fjala andlit og alt, tá tær ferðast uttanfyri heimið. Valini hava heldur ongan serligan týdning, tí framvegis eru avmarkingar fyri valunum. Kvinnur sleppa ikki einsamallar á val, men maðurin skal fylgja teimum og fara við inn í klivan, har tær skulu greiða atkvøðu. Og kvinnurnar, sum eru uppstillaðar, mugu bert føra valstríð millum kvinnur. Ein annar kvinnuligur politikari, Nassima Al Sadah, er eisini útihýst. Hon er mannarættindastríðskvinna og er útbúgvin á altjóða demokratiska instituttinum, men var tikin av listanum, skrivar Ritzau. Meðan heimurin fagnast, so eru grønlendingar ónøgdir við nýggju veðurlagsavtaluni, sum var undirskrivað í Paris í gjárkvøldið. Ónøgdin í grønlendska landsstinginum skyldast, at avtaluteksturin ikki tekur atlit til upprunafólk, sum inuittar. Upprunafólk merkja avleiðingarnar av veðurlagsbroytingunum, men hava so at siga onga ábyrgd av teimum. Avtalan átti í størri mun tikið atlit til serligu rættindini hjá upprunafólki, og so átti avtalan eisini viðurkent, at upprunafólk hava serlig rættindi og ikki somu skyldur sum hini londini, sum hava undirskrivað avtaluna, sigur Vittus Qujaukitsoq, landsstýrislimur við ráevnismálum við Sermitsiaq. Hvørki Grønland ella Føroyar luttóku á COP21 í Paris, og hvørki av londunum hava undirskrivað nýggju avtaluna, men tað hevur Danmark og tað sama hava 195 onnur lond. Grønland hevur roynt at leggja trýst á fyri at fáa bindandi orðingar í avtaluna um serlig rættindi til upprunafólk, men tað er ikki eydnast. Veðurlagsavtalan hevur eina orðing um at viðurkenna serligu vitanina um veðurlagsbroytingar hjá upprunafólki, men eingin løgfrøðisliga bindandi orðing er avtaluni um upprunafólk. Skotið er upp at leingja farloyvi úr 38 vikum upp í 44 vikur. og at marka tvær vikur til pápan. Sum er kann pápin lata mammuni tær báðar vikurnar. Tað kann hann ikki, um uppskotið verður samtykt. Tó enn er stórur munur á farloyvis møguleikunum hjá mammuni og pápanum. Sambært Búskapar og løgfrøðingafelagnum eru ásetingarnar í lógini um barsilsskipan í stríð við ásetingarnar í javnstøðulógini. Endamálið við javnstøðulógini er at beina burtur allan mismun vegna kyn. Búskapar og løgfrøðingafelagið heldur, at vit eiga at fara burtur frá skipanum, sum eggja kvinnum at vera heima hjá børnunum, meðan maðurin framhaldandi er á arbeiðsmarknaðinum, vinnur sær fleiri royndir, pening og møguleikar frameftir. Felagið tekur tó undir við broytingunum, sigur felagið í hoyringsskrivi sínum, sum av misgávum ikki kom fram til fyrstu viðgerð av málinum. E sigarettir kunnu innihalda krabbameinsevlandi evni. Í nýggjari kanning hava granskarar kannað innihaldið í 51 av størstu merkjunum innan e sigarettir. Granskararnir gjørdust varugir við, at í 75 prosentum av e sigarett vætunum var evnið diacetyl. Tað er smakkievni, sum hevur samband við lungnasjúkuna bronchiolitis obliterans, eisini rópt popp korn lungu. Tað skrivar blaðið hjá amerikanska Harvard University, sum eitur Harvard Gazette. Av tí at størsta stúranin um e sigarettir hevur snúð seg um nikotin, er framvegis nógv, sum vit ikki vita um e sigarettir, siga granskararnir. Umframt at vanaelvandi evnið, nikotin, er í ymiskum nøgdum, kunnu e sigarettirnar eisini innihalda krabbameinselvandi evnafrøðilig evni, eitt nú formaldehyd, sum okkara kanning vísir, kunnu smakkievnafrøðilig evni, elva til lungnaskaða, sigur David Christiani, professari, sambært Harvard Gazette. Diacetyl er góðkent sum smakkievni í matvørum í ES, men gransking hevur fyrr víst, at evnið kann hava samband við lungnasjúkur, tá vit anda tað í okkum. Navnið popp korn lungu er íkomið, tá arbeiðsfólk á verksmiðjum, sum framleiða popp korn, andaðu smakkievnið diacetyl í seg, og vístu seg at fáa lungnasjúkuna av diacetyl dampi. Sambært meting hjá serfrøðingum, sum bretsku heilsumyndugleikarnir hava biðið um, er tað tó minni vandamikið at anda damp frá e sigarettum í seg enn at roykja. Eitt uppskot frá Anniku Olsen, løgtingskvinnu, um at broyta revsilógina soleiðis, at munur ikki verður gjørdur á, um tú gert teg kynsliga inn á eitt ættleit barn undir 18 ár og eitt biologiskt barn undir 18 ár, verður neyvan samtykt í tinginum. Rættarnevndin, sum hevur viðgjørt málið, mælir tinginum frá at samtykkja tað. Nevndin sigur, at tá lógarbroytingar verða gjørdar í revsilógini, er vanligt, at revsirættarliga ráðið fær tær til hoyringar. Í revsirættarliga ráðnum sita fakfólk, og sostatt verða lógarbroytingar viðgjørdar og lýstar gjølla á einum høgum fakligum stigi, áðrenn tær verða framdar. Løgmaður hevur boðað rættarnevndini frá, at hann arbeiðir við málinum, og miðar eftir at leggja ymsar lógarbroytingar í revsilógini fyri tingið í næstu tingsetu. Nevndin heldur tí, at tað er rættast at bíða, til løgmaður kemur við broytingunum, og at revsirættarliga ráðið eisini fær møguleika at lýsa málið, áðrenn lógarbroytingarnar verða lagdar fyri tingið. Atkvøtt verður um uppskotið í tinginum í dag. Ætlanin var, at uppskotið um tilfeingisgjøld og uppboðssølu skuldi leggjast fyri tingið fríggjadagin, men tað var av ongum, tí tingmenn í samgonguni settu spurnartekin við, hvussu uppboðssølan skal skipast. Aksel V. Johannesen, løgmaður, kallaði saman til samgongufund, og eftir fundin segði hann, at smæri broytingar verða gjørdar í upprunaliga ætlanini hjá landsstýrinum, og at uppskotið verður lagt fram í dag. Landsstýrið væntar, at inntøkurnar frá tilfeingisgjaldinum og uppboðssøluni verða 178 milliónir krónur ár. Løgreglan á staðnum heldur at tað hevur verið ein drukkin maður, sum vildi vera stuttligur og ringdi til gistingarhúsið við fráboðan, at ein bumba fór at bresta á gistingarhúsinum. Løgreglan gjørdi tað tey skuldu, men eingin bumba varð funnin. Løgtingið samtykti í vár at hækka fasta gjaldið til Heilsutrygd 10 krónur, upp í 170 krónur, men síðani at lækka gjaldið niður í 165 krónur 1. januar. Nú skjýtur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, upp seta ætlaðu lækkingina úr gildi, men í staðin at hækka gjaldið upp í 175 krónur 1. januar. Haraftrat verður tilskotsskipanin broytt, soleiðis at borgarar, sum hava tørv á øðrum enn heilivági, sum ikki fær tilskot til dømis kostískoyti og vørur, sum apotekini selja í vanligari sølu skulu nú søkja Tilskotsnevnina um fíggjarligt ískoyti. Sum er verða ískoyti til slíkar vørur veitt eftir ávísing frá lækna. Nú verður torførari at fáa tilskot til vørur, ið ikki beinleiðis verða nýttar til viðgerð, tí útreiðslurnar eru vaksnar munandi, verður sagt í viðmerkingunum til uppskotið. Broytingin hevur við sær, at útreiðslurnar til heilsutrygdarveitingar lækka umleið 1,4 milliónir krónur Bæði Tilskotsnevndin og Heilsutrygd hava mælt til at gera hesar broytingarnar. 22. februar kemur serstakt Westerbeek frímerki á marknaðin. Tá verður móttøka í Hollandi, sum Frímerkjadeildin á Posta stílar fyri. Sámal Bláhamar vónar, at fleiri í familjuni vera til staðar tá. Í 1911 byrjaði hann sum lærari í Bø og Gásadali og røkti hann hetta starv í 25 ár. Eisini hevði hann sæti á Tingi fyri sjálvstýrisflokkin frá 1924 til 1928. Seinastú árini av sínum lívi var hann á tuberkladeildini í Hoydølum. Jákup Reinert Hansen, lektari í kirkjusøgu, skrivaði høvuðsuppgávu í samband við guðfrøðislestur, um sálmayrkjaran Mikkjal á Ryggi. Mikkjal á Ryggi varð borin í heim í Miðvági 1879. Hann mann vera tann føroyingur, sum hevur víst øllum tí føroyska ans. Hann granskaði, teknaði, málaði, yrkti sálmar og sangir og kvæði .Skrivaði bøkur og bygdasøgu og gav út megnarverkið Fuglabókin. Í 1911 byrjaði hann sum lærari í Bø og Gásadali og røkti hann hetta starv í 25 ár. Mikkjal á Ryggi hevði eisini sæti á Tingi fyri sjálvstýrisflokkin frá 1924 til 1928. Seinastú árini av lívi sínum var Mikkjal á Ryggi á tuberkladeildini í Hoydølum. Jákup Reinert Hansen, lektari í kirkjusøgu, skrivaði høvuðsuppgávu í samband við guðfrøðislestur, um sálmayrkjaran Mikkjal á Ryggi. Í mun til stødd á bili og battaríi, verður talan um skjóta løðistøð, sum eftir 20 minuttir kann løða áleið tóm battarí upp til 80 prosent av fullari styrki. Í sambandi við, at løðistøðin verður tikin í nýtslu týsmorgunin klokkan9.30, verður eitt minni hald, har snórur verður kliptur, sum siður er. Landstýriskvinnan í Heilsu og Innlendismálum, Sirið Stenberg metir hetta sum eitt týðandi stig á røttu umhvørvisligu leiðini. Sirið Stenberg verður hjástødd til hátíðarhaldið. Eisini Jógvan Skorheim, borgarstjóri og Hákun Djurhuus, stjóri á SEV hava hvør sín leiklut við haldið. Umframt fíggjarlógina sjálva, viðger Fíggjarnevndin fleiri uppskot, sum hava samband við fíggjarlógina, eitt nú uppskotið um at hækka tøkugjaldið hjá alivinnuni. Nevndin viðger eisini skattalætta til lág og miðallønt, hækkingar í vegskattinum og tinglýsingargjaldinum, og nógv umrødda broytingin í fólkapensjónini, har ætlanin er, at Samhaldsfasti skal hava ein størri leiklut. Landsstýrið ætlar at skerja grundupphæddina í fólkapensjónini og samstundis hækka útgjaldið úr Samhaldsfasta. Fólkapensjónistar hava mótmælt ætlanini og krevja, at landsstýrið tekur uppskotið aftur. Tað er niðurstøðan í eini frágreiðing, sum egyptisku myndugleikarnir hava skrivað í kjalarvørrinum á vanlukkuni í oktober, sum kravdi 224 mannalív. Russiska Airbus flogfarið datt niður, stutt eftir at tað var farið á flog úr Sharm el Sheik í Egyptalandi við kós móti Sankta Pætursborg. Islamskur Statur hevur annars átikið sær skyldina fyri, at flogfarið datt niður. Hetta var hevnd fyri russisku bumbuálopini í Sýria, sigur IS. Felagsskapurin hevur sagt, at ein bumba varð smuglað í flogfarið. Russland hevur eisini sagt, at ein yvirgangsatsókn var atvoldin til, at flogfarið datt niður. Men nú siga egyptisku myndugleikarnir, at eingi prógv eru fyri, at ein yvirgangsatsókn var atvoldin til flogvanlukkuna, sum kravdi 224 mannalív. Tað lovar Hanna Jensen, forkvinna í mentanarnevndini, sum eisini hevur verið við til at leggja uppskotið um broytingarnar í hjúnabandslógini fyri tingið. Sambært nýggju veðurlagsavtaluni, sum varð undirskrivað í París um vikuskiftið, skulu heimsins lond sjálvi áseta, hvussu nógv teirra útlát av vakstrarhúsgassum skal skerjast. Tá málini eru ásett, binda londini seg tó til at halda ásetingarnar og hava eftirlit hvør við øðrum. Endamálið er, at miðalhitin á jørðini ikki skal hækka meiri enn tvey stig. Tað verður Danmark, sum vegna ríkið, fer at staðfesta avtaluna. Landsstýrið og danska stjórnin skulu tí koma ásamt um hvussu stóran part av skerjingunum hjá danska ríkinum Føroyar skulu standa fyri. Hoyr Lau Blaxekjær, sum umboðaði Fróðskaparsetrið og landsstýrið í París, greiða frá her. Hósvík í Norðstreymi er ein rættiliga gomul bygd, og søgnin sigur, at Tórur kom úr Noregi og bygdi Hósvík. Seinni grundaði hann Tórshavn. Í dag vitjar navni hansara, Tórður Mikkelsen, við mikrofonini í Hósvík. 86 ára gamla Gudrun Joensen, sum er ættað av Sandi, hevur búð í Hósvík í 59 ár og her hevur hon trivist sera væl. Hvønn morgun fer hon ein gongutúr í bygdini og hon hevur altíð okkurt at gera. Øssur Olsen flaggaði í hálvari stong tá tað varð greitt, at Hósvík fór upp í Sunda Kommunu. Hann var serliga ónøgdur við gongdina í málinum, tí fyrst var meiriluti í bygdini ímóti, men so bleiv nýggj fólkaatkvøða beint aftaná. Nú 12 ár seinni hevur Øssur ikki broytt áskoðan í hesum málinum. Sluppin Nólsoy gekk burtur á Suðurlandinum á vári 1934, og 11 hósvíkingar blivu burtur. Hans Jacob Djurhuus greiðir frá, at hetta hevur sett síni djúpu spor í bygdini. Aðrar vanlukkur á sjónum hava eisini rakt Hósvík hart. Marjun Sigvarsdóttir Hansen og Martin Drangberg eru millum nýggjastu hósvíkingarnar. Í summar keyptu tey eini sethús í Rossagøtu í Hósvík, og her eru tey fallin væl til. Hon er úr Kollafirði og hann úr Skopun og tey siga, at tey trívast nógv betur á bygd enn í Havn. Í Hósvík eru tey ikki nógv við avgerðina hjá Sunda Kommunu, at leggja allar skúlarnar í kommununi í ein skúla á Oyrabakka. Tey vilja ikki missa skúlan, og tí krevja tveir triðingar av fólkinum í bygdini eina fólkaatkvøðu, sum verður tíðliga næsta ár. Pól Niklái Thorkildshøj, sum er ein av stigtakarunum til fólkaatkvøðuna, sigur, at tað er umráðandi fyri børnini og trivnaðin í bygdini, at varðveita skúlan. Hann sigur, at einki prógv er fyri, at stórir skúlar eru betri enn teir smærru. 37 ára gamla Ketty í Brekkunum hevur í ár tikið við festinum Inni í veggi, sum ættin hjá henni hevur havt. Frammanundan hevur hon røktað hagan í 15 ár. Nú hevur hon alt undir hond, og maðurin er ein góður stuðul, sigur hon. Fjósið Inni í veggi er eitt sindur serligt, og tað hevur eisini millum annað verið brúkt til sjónleik. Ketty í Brekkunum og familjan hava eisini fleiri ross. Petur Danielsen stríðist framvegis sum bóndi, hóast hann er 85 ára gamal. Summarið var vánaligt, og tí var skurðurin í heyst tann ringasti hann hevur havt, tey hálvthundrað árini hann hevur verið bóndi. Formaðurin í kirkjuráðnum í Hósvík, Signheðin Davidsen, sigur, at hóast alt hevur tað verið tað vert, tí nú fær bygdin eina nógv betri og rúmligari kirkju. Hósvíkar kirkja skuldi verið liðugt umbygd fyri einum ári síðani, men enn ganga nakrir mánaðir. Byggifelagið, sum hevði arbeiðið um hendi, fór á húsagang og tað hevur verið orsøkin til stóru seinkingina. Ognarfelag tryggingartakaranna fekk fríggjadagin heimild at rinda út vinningsbýti av yvirskotinum hjá TF Holding. Men kundar í Tryggingarfelagnum Føroyar mugu brynja seg við toli. Tí vinningsbýtið verður útlutað í mun til, hvussu stórt møguligt avlop samtakið hevur, og ársroknskapurin er ikki gjørdur upp fyrr en í apríl. Ikki fyrr enn í apríl fer ársaðalfundurin at taka avgerð um, hvussu nógv skal rindast út til teir 20.000 tryggingartakararnir í felagnum, sigur Súni Schwartz Jacobsen er forstjóri í TF Holding Avlopið hjá TF Holding samtakinum í fjør var 141 milliónir krónur eftir skatt. Tryggingartakarar í Tryggingarfelagnum Føroyar fáa nú vinningsbýti. Tað samtykti umboðsráðið hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna á eykaaðalfundi fríggjadagin. Vinningsbýtið verður útlutað í mun til, hvussu stórt avlop samtakið hevur, stendur í tíðindaskrivi frá Tryggingarfelagnum Føroyum. Ynskið um at rinda út vinningsbýti er grundað á, at TF Holding samtakið nú hevur eina hóskandi styrki og trygt grundarlag, sum ger vinningsbýtið fíggjarliga møguligt. Víst verður á, at eginognin í felagnum var 2,5 milliardir krónur fyrra hálvár í ár, og úrslitið fyrra hálvár var 109 milliónir krónur Vinningsbýtið er tengt at komandi ársúrslitinum hjá samlaða TF Holding samtakinum. Avgerð um at útluta møguligt vinningsbýti verður árliga tikin á aðalfundinum hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna, fyrstu ferð á ársaðalfundinum í apríl 2016, tá endaligt grundarlag fyri møguligum útgjaldi er tøkt. Allir tryggingartakarar í Tryggingarfelagnum Føroyum eru limir í Ognarfelag Tryggingartakaranna. Virksemið hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna verður í høvuðsheitum útint umvegis partafelagið TF Holding. TF Holding er skipað sum eitt samtak við móðurfelagi og seks dótturfeløgum, eitt nú Tryggingarfelagið Føroyar, Eik Banki og Betri pensjón. Uppskotið, sum FSF eigur, leggur upp til, at felagið í Champions League og hini í Euro league lata 15 prosent av síni inntøku í ein grunn. Sambært honum var tað eingin filmur, sum skaraði fram um aðrar. Høgni Djurhuus er heldur ikki samdur við dómsnevndini, sum helt, at Stina Karina hjá Andrias Høgenni var besti føroyski stuttfilmurin í 2015. Hinvegin er hann ikki bilsin um, at Tunnan hjá Jónfinni Stenberg og Jóannes Lamhauge vann Áskoðaravirðislønina. Fólkið vil undirhaldast, og tunnan var undirhaldandi, helt Høgni Djurhuus fyri, sum annars hevur sera góðar vónir til langa spælifilmin Balada hjá Anton Petersen. Andrias Høgenni býr í Danmark, har hann gongur á alternativa filmsskúlanum Super16, sum eitt nú Heiðrik á Heygum hevur útbúgvið seg á. Fríggjakvøldið, tá føroyskur filmur varð fagnaður í Norðurlandahúsinum, var Andrias til arbeiðis á stóra danska bakarínum Schulstad, har hann hevur vaktir viðhvørt eftir skúlatíð. Eg hevði ein steðg júst tá Geytin skuldi latast, tí kundi eg fylgja við umvegis fartelefonina hjá mammu, sum var í salinum, greiðir Andrias Høgenni frá. Aksel V. Johannesen, løgmaður, heitti á Høgna Hoydal, landsstýrismannin í fiskivinnumálum, um at bíða til í morgin við at leggja uppskotið fram. Hondbóltssambandið heldur, at kommunan og landið áttu heldur at bygt ein stóran ítróttardepil. Ein slíkur ítróttadepil hevði nøkta tørvin á hølisviðurskiftunum og hevur aðrar altjóða ítróttarhentleikar, heldur Hondbóltssambandið. Ítróttafeløgini í Havn, Kyndil, Neistin og Fleyr, fegnast um útbygginginar, tí tað er stórur tørvur á hallartímum. Uni Arge, formaður í Kyndli, sigur, at útbyggingin er sera átrokandi og avgerandi fyri havnarfeløgini. Av somu orsøk droyma vit ikki um eina altjóða høll til stórar finalur júst nú, sigur Uni Arge, formaður í Kyndli. Tilskotskipanin til heilivág skal broytast soleiðis, at borgarar sum hava brúk fyri øðrum heilivági til dømis vitaminum, nú mugu søkja um eitt fíggjarligt ískoyti. Kommunulæknafelagið fegnast um at fáa greiðari reglur á økinum. Ein ítróttadepil er ein landsuppgáva, sum kommunan skal vera við í. Men tað er ikki stórvegis undirtøka fyri at fara undir tað nú, sigur hon. Klassiskur sangur og opera er annars ikki tað, ið ein vanliga setur í samband við karaoke, men tað varð júst hesin stílurin, ið tryggjaði Føroyum annaðplássi í finaluni í HM í karaoke. Í sendingini greiðir Paula millum annað frá, at hon er sjálvlærd, og at tað var av tilvild, at hon uppdagaði, at tað liggur væl fyri hjá sær at syngja klassiskt. Nú umhugsar hon at fara til upptøkuround á sangskúla uttanlands. Ætlanin er at broyta fimm vardar íbúðir, eina í Mylnutúni í Klaksvík og fýra í Blikagøtu í Runavík, til íbúðir til fólk við fjølbreki og tungum rørslutarni. Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur spurt Fíggjarnevndina, um hetta ber til, tí verkætlanin er ikki nevnd í fíggjarlógini fyri 2015. Tað fer at kosta tvær milliónir krónur at gera tær fimm íbúðirnar. Pengarnir eru til í játtanini til bústovnar, sigur Almannamálaráðið. Landsstýriskvinnan hevur biðið um ráðførslu við Fíggjarnevndina um, at íløgujáttanin í 2015 til bústovnar eisini kann umfata nýggja verkætlan um búpláss til fólk við tungum rørslutarni og fjølbreki. Fíggjarpolitikkurin hjá samgonguni fekk aftur eitt skot fyri bógvin í gjár. Samd Fíggjarnevnd mælti í gjár Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið hjá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu. Fiskimenn, sum eru við skipum í øðrum Norðurlondum, og tey, sum sigla við skipum í donsku skrásetingini DIS, missa ikki samdøgursfrádráttin í hesum umfarinum, og landskassin sparir ikki tríggjar milliónir krónur. Nevndin heldur tað vera rættast at bíða við broytingum í samdøgursfrádráttinum, til skattanevndin, sum landsstýrið ætlar at seta, hevur sagt, hvat hon heldur um samdøgursfrádrátt. Samdøgursfrádrátturin er 300 krónur um dagin, og verður latin sjófólki, sum arbeiða á landi uttanlands ella umborð á útlendskum skipi, og sum hava fulla skattskyldu í Føroyum. Hóast semja fekst um veðurlagsavtalu á fundinum í París, so er óvist hvørja lagnu semjan fær í USA, tí øll forsetavalevnini hjá republikanska flokkinum siga seg fara at vraka uppskotið. Næsta ár er forsetaval í USA, og vinnur republikanski flokkurin valið, so nyttar ikki at demokratiski forsetin, Barack Obama, fegnast um semjuna í París. Øll valevnini hjá republikanska flokkinum hava longu boðað frá, at tey fara at seta avtaluna úr gildi, um tey gerast forseti eftir Barack Obama. Tað var annars ein søgulig avtala sum varð undirskrivað í Paris, tí 195 av heimsins londum skrivaðu undir uppá, at hitin á jørðini ikki skal hækka meir enn í mesta lagi tvey stig í hesi øldini, og helst ikki meir enn hálvtannað stig. Bæði forsetavalevnini hjá demokratiska flokkinum, Hillary Clinton og Bernie Sanders, siga seg fara at arbeiða víðari við avtaluni í París, um tey verða vald. Barack Obama, forseti, hevur ikki fyri neyðini at leggja veðurlagsavtaluna fyri kongressina, tí tað er ikki neyðugt. Har hava annars republikansku umboðini longu boðað frá, at tey fóru at fella veðurlagsavtaluna. Dimmalætting tekur nú táttin uppaftur við ársins neyðrakett. Georg Lindenskov Petersen greiðir frá, hvussu tú sum lesari kanst avgera, hvør fær ársins neyðrakett. Samansetingin av tveimum evnum fyri laksalús er eftir øllum at døma meira vandamikið fyri umhvørvið, og nú umhugsar norski fiskimálaráðharrin at nokta alarunum at brúka evnini. Ein kanning sum er gjørd á universitetinum í Bergen, vísir, at evnini, azamethipos og deltamethrin, eru vandamiklari saman enn hvørt sær. Kanningin vísir, at upp til helvtin av rækjunum sum eru í økjunum, har evnini verða nýtt saman, doyggja, og tað sama er galdandi, tá hydrogenperoksid verður nýtt. Nú umhugsar norski fiskimálaráðharrin, Elisabeth Aspaker, at seta forboð fyri at nýta evnini, til neyvari kanningar eru gjørdar av skaðiligu árinunum. Hon fer væntandi at taka avgerðina í apríl. Vit mugu ansa eftir, ikki at arbeiða við evnum, sum vit ikki kenna ávirkanina av, sigur norski fiskimálaráðharrin, Elisabeth Aspaker. Norska alivinnan er ivasom, tí hon væntar felli í alivinnuni av laksalús, um forboð verður sett fyri at nýta hesi evnini ímóti laksalúsini. Í Noreg kunnu evnini nýtast hvørt sær, og tí eru ikki neyvar kanningar, sum vísa, hvussu evnini virka tá tey verða nýtt saman. Og tað er heldur ikki loyvt at nýta evnini saman. Í fjør nýtti norska alivinnan 31.000 tons av evninum, hydrogenperoxid, fýra ferðir meir enn árið fyri. Elisabeth Aspaker vísir á, at norks alivinnan er vaksin skjótt, og harvið nýtslan av vandamiklu evnunum. Tað hevur við sær, at vandamiklu evnini í størri mun finnast í náttúruni, og tí mugu gera neyvar kanningar so skjótt sum gjørligt, sigur norski fiskimálaráðharrin. Myndin, sum fær flest tumlar frá brúkarunum, vinnur eina leskiliga jólakurv frá morgunsendingini. Tey, ið eiga myndirnar, eru vælkomin at skriva nøkur orð um tær. Evstamark at senda mynd er fríggjadagin 18. desember men send endiliga sum skjótast. Vinnarin verður funnin mánadagin 21. desember. Klikk á myndirnar omanfyri, og blaða í innkomnu myndunum. Fleiri myndir leggjast afturat so hvørt. Vitja tí vinarligast aftur her, vilt tú síggja enn fleiri myndir. Tveir í tingbólkinum, Kristin Michelsen, sum eisini er borgarstjóri á Tvøroyri, og Bjarni Hammer, sum er varaborgarstjóri somuleiðis á Tvøroyri, seta føtur í spenni og vilja ikki góðtaka ætlaðu royndaruppboðssøluna. Støðan er álvarslig, tí uppboðssølan er partur av inntøkugrundarlagnum undir fíggjarlógini, sum ikki hongur saman, um partar av Javnaðarflokkinum ganga ímóti formanninum og løgmanni, Aksel V. Johannesen, og restini av samgonguni. Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur verið tilreiðar at leggja uppskotið fram síðani fríggjadagin, men tað varð av ongum, tí einki felags stev er í baklandinum hjá løgmanni. Aksel V. Johannesen boðaði í Degi og Viku fríggjakvøldið frá, at hann fór at fáa semju, og at uppskotið fór at verða lagt fyri tingið í gjár. Men tað varð eisini av ongum. Meðan Aksel V. Johannesen, løgmaður, var á ríkisfundi í Keypmannahavn, gjørdist greitt, at uppskotið heldur ikki kundi leggjast fram í gjár, tí fráboðaða semjan hjá løgmanni ikki helt. Løgmaður boðaði síðani frá, at hann vildi hava sín tingbólk á fund nú í morgun, so uppskotið um uppboðssølu kann leggjast fyri seinni í dag, tá tingfundurin verður uppafturtikin. Fyri jól er Eik Banki føroyskur burturav. Á eykaaðalfundi í Eik fyrrapartin varð samtykt, at annar partaeigarin, TF Holding, keypir øll partabrøvini hjá hinum partaeigaranum, Fíggjarligum støðufesti, sum eigur 30 prosent. Fíggjareftirlitið hevur longu góðkent handilin. Tað einasta, sum nú er eftir, er, at TF Holding rindar Fíggjarligum støðufesti fyri partabrøvini, og tað verður gjørt fyrsta dagin. Fíggjarligt støðufesti hevur hálvanannan nevndarlim í Eik, tí partaeigarnir eru samdir um nevndarformannin. Í seinasta lagi á aðalfundinum í vár fer TF Holding at eiga allar nevndarlimirnar. Tað er eydnast Noreg at vaksa um inntøkurnar og at býta inntøkurnar nøkulunda javnt. Landið ger stór framstig tá talan er um javnstøðu, og mennir útbúgving og heilsu, stendur í niðurstøðuni. Tað eru onnur lond, sum eisini liggja frammarlaga í metingini. Millum annað Avstralia, Sveis, Danmark og Holland. Niðast í uppgerðini eru afrikansku londini, Niger, Eritrea og Kjadd. Í frágreiðingini vísir ST á, at stór framstig eru hend síðani fyrsta frágreiðingin varð gjørd í 1990. Síðani tá hava tvær milliardir fólk fingið munandi betri umstøður. Í frágreiðingin verður dentur lagdur á, at neyðugt verður, at fleiri sleppa til arbeiðis. Í tí sambandi er neyðugt at staðfesta, hvat arbeiði er, og talan kann vera um frítíðarvirksemi, at ansa eldri í familjuni og annað. Tað arbeiði eigur at verða virt meir enn nú. Neyðugt er eisini at virða rættindini hjá teimum sum arbeiða, tí globaliseringin hóttir nógv arbeiðspláss. Frágreiðingin vísir á, at sum nú er arbeiða kvinnur 52 prosent av øllum arbeiði, men tær fáa bert ein triðing av útgoldnu lønunum. Tí er neyðugt at broyta gongdina. Og neyðugt er eisini at fólk í so stóran mun sum gjørligt, sjálvi sleppa at velja, hvat arbeiði tey vilja røkja, sigur ST í frágreiðingini. Nógv virksemi er í Løgtinginum í dag, men í løtuni er tað ikki í tingsalinum, at arbeitt verður. Tingfundurin, sum skuldi uppafturtakast klokkan 13 30, bleiv settur, fyri síðani beinanvegin at verða niðurlagdur aftur. Formaðurin hevði vónað, at fleiri álit og uppskot vóru klár, men tað eru tey ikki. Tí verður fundurin niðurlagdur nú og uppafturtikin klokkan 15 30, segði Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, fyri einum næstan tómum tingsali. Stóra málið í dag er ósemjan í samgonguni um royndaruppboðssøluna. Javnaðarflokkurin er í tvíningum um uppskotið, og løgmaður hevur ikki fingið flokkin at hava sama stev sum hann sjálvur og restin av samgonguni. Aksel V. Johannesen hevur sagt, at hann vil hava uppskotið um uppboðssølu fyri Løgtingið í dag, men mangt bendir á, at hon verður skerd. Og so er spurningurin, hvat hinir flokkarnir í samgonguni, Tjóðveldi og Framsókn, siga til tað. Aðrar røddir eisini í Javnaðarflokkinum hava í dag borið fram, at uppboðssølan ikki bara eigur at verða skerd, men eigur at bíða, til fiskivinnunýskipanin er klár. Higartil hevur tað ikki eydnast føroysku pemningastovnunum at fáa dagføringina av Master debitkortunum flutta. Nú verður bíðað eftir svari úr Danmark. Nets umsitur skipanina fyri yvir 120 peningastovnar í Danmark og Føroyum, sum eru í SDC, men JN Data stendur fyri dagføringini sunnunátt. Súni Schwartz Jacobsen er stjóri í Eik Banka. Hann harmast um støðuna, sum kundarnir koma í, men peningastovnarnir fáa einki gjørt, sigur hann. Peningurin fer til yvirskipaða humanitera neyðhjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi og Sýriska Arabiska Reyða Hálvmána. Talið av fólki í Sýria, ið hava átrokandi tørv á humaniterari hjálp, er hækkað munandi. Umleið 13,5 milliónir fólk hava nú tørv á hjálp sambært nýggjastu tølunum frá Atjóða Reyða Krossi og ST. Av hesum eru eini 6,5 milliónir fólk flýdd innanhýsis í Sýria, har tey liva undir ógvuliga vánaligum korum. Tað eru hesi fólkini, ið Reyði Krossur Føroya sendir hjálpina til. Yvirskipaða neyðhjálpararbeiði hjá Reyða Krossi í Sýria er millum annað at geva fólki mat, heilivág, reinførislutir, teppir, innivist, køkslutir til at kunna matgera og atgongd til reint vatn og læknahjálp. Áðrenn kríggið byrjaði, var Sýria eitt land við fáum fátøkum. Men fýra ár við borgarakríggi hevur oyðilagt stóran part av landinum, og tørvurin á humaniterari neyðhjálp er ómetaliga stórur. Hjálpin úr Føroyum er partur av einum hart tiltrongdum neyðhjálpararbeiði til teir komandi vetrarmánaðirnar at hjálpa fólki at yvirliva veturin og fáa eitt meira virðiligt lív, sigur Hjalti í Jákupsstovu, formaður í Reyða Krossi Føroya. Áðrenn borgarakríggið byrjaði fyri skjótt fimm árum síðani, búðu 22 milliónir fólk í Sýria. Nú fleiri eru flýdd bæði innanhýsis í landinum, til grannalondini og í ár eisini til fleiri lond í Evropa, búgva bert 16,5 milliónir fólk í landinum og heili 13,5 milliónir fólk eru bundin at neyðhjálp. Av teimum 610.000 krónunum, Reyði Krossur Føroya hevur sent til bráðfeingis humanitera hjálpararbeiðið í Sýria, koma 600.000 krónur frá landsinnsavningini í heyst, meðan 10.000 eru ein gáva frá eini føroyskari fyritøku, ið stuðlar hjálpararbeiðinum hjá Reyða Krossi í Sýria. Tøl hjá svenska útlendingastýrinum vísa, at í oktober tóku 395 flóttafólk umsóknina um friðskjól aftur, og í november var talið 627. Fyrstu tíggju dagarnar í desember hevur útlendingastýrið skrásett 239 fólk, sum hava tikið umsóknina um friðskjól aftur, skrivar svenska kringvarpið, SVT . Útlendingamyndugleikarnir hava greitt mær frá, at tað er trupult hjá einum iraka at fáa uppihaldsloyvi, og at fáa familjuna til Svøríkis. Eg havi sett lívið í váða fyri framtíðina hjá børnum mínum. Tey skulu ikki hava sama lív, sum eg, við kríggi, deyða og miseydnaðum stjórnum, sigur hann. Ein partur av tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum var ikki fyri einari uppboðssølu, og tað elvdi til politisk órógv, bæði í Javnaðarflokkinum og í samgonguni, ásannar Aksel V. Johannesen. Eg veit ikki, um vit hava sjey atkvøður fyri uppskotinum í Javnaðarflokkinum, men tað vóni eg. Um uppskotið fellur, so hava vit eina aðra støðu, sum vit taka støðu til tá, sigur løgmaður. Tað segði danski forsætisráðharrin, tá fólkatingsmaðurin Magni Arge vildi vita, um danska stjórnin viðurkennir føroyskan sjálvavgerðarrætt. Tað hevði verið betur við einari størri nøgd fyri at fáa eina betur roynd, men hetta var tann semjan, vit komu til, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Fimmtúsund tons av norðhavssild og trýtúsund tons av botnfiski í Barentshavinum skulu eisini á uppboðssølu, og tað er tað sama, sum upprunaliga ætlað. Tað verður landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, sum ásetur í kunggerð, hvar keyptu kvoturnar kunnu veiðast, og hvørji botnfiskasløg í Barentshavinum verða boðin til sølu. Ein samd Fíggjarnevnd mælti í gjár løgtinginum til at bíða við at samtykkja uppskotið hjá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, um at taka samdøgurðsfrádráttin frá fiskimonnum, sum eru við skipum í øðrum Norðurlondum, men rinda skatt í Føroyum. Tey hava ongantíð fingið nakað sum helst, tá tað ræður um pengar, sigur Frits Johannesen. Skrivihúsið í Vestmanna kallar hann húsini hjá Sprotanum í Vestmanna. Í vár verða málningarnir seldir á uppboði í Vestmanna. Upphæddin, sum kemur inn, skal antin brúkast til eina serliga bókaútgávu ella setast á eina konto, sum skal brúkast til føroysk myndlistafólk til at prýða bókakápur fyri, sigur Jonhard Mikkelsen, stjóri á Sprotanum. Skatta og avgjalds øði, sum ikki er sædd í Føroyum fyrr. Soleiðis kallar andstøðan í Fíggjarnevndini, Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Miðflokkurin, inntøkupolitikkin hjá samgonguni. Bárður Nielsen, Jacob Vestergaard og Bill Justinussen hava drúgvar viðmerkingar í álitum, sum Fíggjarnevndin nú kemur við um uppskotini hjá landsstýrinum. Teir átala harðliga framferðina hjá samgonguni, sum í óðum verkum á mongum økjum fremur grundleggjandi broytingar í føroyska samfelagnum uttan nakra veruliga viðgerð og vantandi lýsing av avleiðingum. Til dømis hava eingi lógaruppskot verið til hoyringar. Teir tríggir fíggjarnevndarlimirnir minna á, at flokkarnir, sum nú eru í samgonguni, upp í saman tosaðu um fólkaræði, gjøgnumskygni og nærlagni í lógarsmíði, tá teir vóru í andstøðu. Teir siga, at samgongan krevur 200 milliónir krónur frá fólki við øllum sínum avgjaldshækkingum, sum eru komnar í tingið. Harafturat verða kravdar góðar 350 milliónir krónur frá vinnuni. Samstundis vaksa útreiðslurnar 200 milliónir krónur næsta ár. Við førda politikkinum versnar búskaparliga haldførið hjá samfelagnum Føroyum, siga andstøðumenninir í Fíggjarnevndini. Fíggjarnevndini tekur undir við, at vektgjaldið hækkar. Meirilutin, tað er samgongan, sigur millum annað, at vektgjøldini eru ikki dagførd í seks ár. Meirilutin í Fíggjarnevndini heldur, at landsstýriskvinnan í fíggjarmálum skal kanna, hvørjar avleiðingar hækkingin hevur fyri eitt nú ferðavinnuna, og tryggja, at lógarbroytingin ikki forðar menningini í ferðavinnuni. Minnilutin í Fíggjarnevndini mælir Løgtinginum til at fella uppskotið. Bæði meirilutin og minnilutin fýlast á, at lógaruppskotini hjá landsstýrinum ikki hava verið til hoyringar. Nýsælendingar vóru á fólkaatkvøðu um nýggja flaggið, og úrslitið er, at nýggja flaggið verður blátt og svart við silvur littum trøllakampi og fýra reyðum stjørnum. Vinnarin av fólkaatkvøðuni skal tó aftur í nýggja og avgerðandi fólkaatkvøðu móti núverandi flagginum. Fólkaatkvøðan verður í mars. Tey, sum vilja hava nýtt flagg siga, at núverðandi flaggið við bretska Union Jack í horninum, kemur ov lætt kemur í bland við fyrrverandi bretsk hjálond, sum eitt nú Avstralia. Flaggið, sum nú skal kappast móti vernadi flaggi, hevur silvur trøllakampin sum berandi felagsmerki. Trøllankampurin er tjóðarmerki í New Zealandi. Epileptikarafelag Føroya hevur týtt og ment eitt norskt forrit, ella ein app, sum hevur til endamáls at kunna, serliga børn, um epilepsi. Tey, sum hava føroyska hesa app eru Randfríð Sørensen, forkvinna í Epilepsifelag Føroya, og Palli Skorheim, grafikari. Hoyr samrøðuna við tey bæði her. Í hesi sendingini hoyra vit løg av plátuni The Christmas Album við vokal jazzbólkinum The Manhattan Transfer, sum kom út á Columbia Records í 1992. Tim Hauser, sum er ein av sangarunum, og Johnny Mandel, sum hevur arragerað strúkarar og horn, hava framleitt hesa plátuna. Lagt til rættis Arnold Ludvig. Sambært uppskotinum væntar Fiskimálaráðið, at uppboðssølan fer at geva landskassanum 50 til 55 milliónir krónur fyri tey 43 milliónir kiloini av fiski. Í kvøld klokkan 19 verður fyrilestur um B BAT í húsinum hjá Sinnisbata. Fyrilesturin verður á enskum, men Jórun Simonsen og Lív Ekholm, sum báðar hava tikið B BAT útbúgving, og geva viðgerðina á Psykiatriska deplinum, verða eisini við. Jólini nærkast, og flest øll gleða seg til hugnaligu tíðina við øllum siðvenjunum. Men hvussu eru jólini hjá børnum, har foreldrini hava avgjørt at fara hvør til sítt Hvussu eru jólini fyri skild foreldur, tá tey ikki halda jól saman við børnunum Og eru fleiri foreldur, ið leita sær hjálp frá Ríkisumboðnum, tí tey ikki kunnu semjast um jólini hjá børnunum Sendingin í dag snýr seg um jólini hjá børnum, sum hava foreldur, sum ikki eru saman longur. Í sendingini tosa vit vit einligan pápa, við barnasálarfrøðing, við fyriskiparar handan samtalubólk til børn, har foreldrini eru farin hvør til sítt, og við jurist hjá Ríkisumboðnum. Fyrsti í røðini, sum seinni bleiv nevndur Fjórði partur A New Hope kom út í 1977 og bleiv eitt alheims hitt. Í 1980 kom The Empire Strikes Back og í 83 Return Of the Jedi. Hesir tríggir eru originala Star Wars triologiin. Frá 1999 til 2005 var onnur triologi latin úr hondum. Móttøkan hesa ferð var meira blandað, men allir filmar hava vunnið ella eru tilnevndir Oscar virðislønir. Armgarð Arge lesur um ljósið, sum kom. Hon hevur skrivað um ljósið í Mín jólabók 2015. Sára Olsen lesur jólaevangeliið uppá rím eftir Johannes Møllehave, Amy Tausen týddi. Jonna Fritsdóttir Mortensen lesur søguna Eitt barn er føtt, Heri Jacobsen týddi. Oljufelagið skyldar bankanum 58,5 milliónir krónur, og støðan hjá Atlantic Petroleum er alt annað enn góð. TF Holding samtakið, sum eigur Eik, er størsti partaeigari í Atlantic Petroleum við góðum seks prosentum. Maður er tikin á flogvøllinum í Vágum fyri at hava ætlanir um at smugla rúsevni til Føroyar. Narkohundurin hjá Tollvaldinum var á flogvøllinum ígjár, tá flogfarið úr Danmark kom. Hundurin gjørdi tekin um, at okkurt var í viðførinum ella uppi á persóninum, sum kundi vera rúsevni. Men maðurin vildi ikki samstarva og lata løgregluna kanna seg. Løgreglan situr sonevnda potta vakt og bíðar eftir, til maðurin hevur gjørt burturav sær. Grundlógaravhoyringin byrjaði klokkan 12. Steintór Rasmussen hevur skrivað eina rúgvu av sangum. Og hann fer at greiða frá um grønar menn frá Pluto, um Kingoson og um abbabeiggjan. Onkrar smávegis broytingar eru gjørdar í sáttmálatekstinum, skrivar Fíggjarmálaráðið. Lønarhækkingin er sostatt hin sama, sum starvsfólkini hjá tí almenna fingu. Lønin hjá handverkarum hækkar 2,25 prosent frá 1. oktober í ár. 1. oktober næsta ár hækkar lønin 1,9 prosent, sigur Fíggjarmálaráðið. Tað sigur Kristin Michelsen, tingmaður hjá Javnaðarflokkinum, sum tekur sæti aftur í tinginum í morgin. Sostatt er lagnan hjá uppboðssøluni framvegis ógreið. Hann mælir framvegis til, at arbeiðsbólkurin, sum skal endurskoða fiskivinnuna, verður settur, so hann kann koma við uppskoti á ólavsøku, sum ætlanin hevur verið. Bretar hava leingi verið misnøgdir við støðuna mótvegis ES. Undan parliamentsvalinum í mai, lovaði David Cameron, at varð hann afturvaldur, skuldu bretar sleppa á fólkaatkvøðu um bretska ES limaskapin. Eygleiðarar vænta, at bretar fara at atkvøða fyri at verða verandi í ES, men afturfyri fer Bretland at seta nýggj krøv um sín ES limaskap. Tað eru hesi krøv, sum skulu viðgerast á fundinum í Brússel hósdagin. Bretski forsætisráðharrin ætlar millum annað at krevja, at so leingi pundið er gjaldoyra í Bretlandi, kann Bretland sleppa undan at veita evrulondunum, sum koma í fíggjarligt óføri. kreppulán. Annarhvør breti heldur, at Bretland eigur at taka seg úr Evropasamveldinum, vísir ein nýggj spurnarkanning, sambært tíðindastovuni, Ritzau. David Cameron fer eisini at krevja, at ES borgarar ikki kunnu fáa almannahjálp og skattafrádrátt, so skjótt teir flyta til Bretlands. Sambært krøvunum, skulu allir ES borgarar hava búð og arbeitt í Bretlandi í minst fýra ár, áðrenn teir fáa somu skatta og vælferðarrættindi sum bretar. Forsetin í Evroparáðnum, Donald Tusk, sigur seg vera til reiðar at finna semju við Bretland um ES limaskap, men hann vil ikki gera viðmerkingar til krøvini hjá bretska forsætisráðharranum. Ert tú ein av teimum, sum tey skjótt trý seinastu árini hevur fylgt við amerikonsku sjónvarpsrøðini, House of Cards, kanst tú so smátt fara at gleða teg aftur. Fjórða mars verða nýggir partar tøkir á netmiðlinum Netflix, har røðin hevur sín uppruna, kunngjørdi framleiðarin á sosiala miðlinum, Twitter, í morgun. Greinin heldur fram niðanfyri. House of Cards sjónvarpsrøðin er um politikaran, Frank Underwood, ið náðileyst beinir allar neyðugar forðingar burtur fyri at gerast amerikanskur forseti. Sjónvarpsrøðin er bygd á eina stuttrøð hjá BBC. House of Cards var fyrsta royndin hjá Netflix at gera eina uppruna sjónvarpsrøð, ið bara er at síggja á Netflix. Í triðju røðini av vælumtóktu sjónvarpsrøðini, sum var tøk á Netflix í februar, hevði danski sjónleikarin, Lars Mikkelsen, leiklutin sum russiskur forseti. Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, svaraði einum fyrispurningi frá Aaju Chemnitz Larsen, fólkatingsvinnu fyri IA. Hon vísti á, at Vinstra stjórnin nevnir ikki Grønland við einum orði í stjórnargrundarlagnum. Grønlendingar hava ein sjálvstýrisskipan, og tí er tað ábyrgdin hjá grønlendingum sjálvum at gera tær bygnaðarbroytingar, sum kunnu fáa javnvág í búskapin, og at menna vinnulívið, svaraði Lars Løkke Rasmussen. IA hevur eisini fleiri ferðir eftirlýst áhuga hjá donsku stjórnini og donskum pensjónsgrunnum at stovna ein íløgugrunn, sum skal stuðla vinnuverkætlanum í Grønlandi. Eisini hin grønlendska fólkatingskvinnan, Aleqa Hammond úr Siumut, spurdi, hvørja støðu forsætisráðharrin hevur til vinnuverkætlanir í Grønlandi. Lars Løkke Rasmussen svaraði, at danska stjórnin er fús at hjálpa, men danska stjórnin fer ikki at leggja vakstrarætlanir fyri Grønland. Tað er tað sama sum at býta um leiklut, segði forsætisráðharrin. Sostatt noyðist grønlendska landsstýrið sjálvt at venda sær til donsku sjórnina um at vera við í einum íleggingargrunni og øðrum vinnufremjandi verkætlanum. Í heimsins størsta oyggjaríki. Tá Salka Valka fór úr Darwin í Avstralia, var kósin sett móti Indonesia. Indonesia er heimsins størsta oyggjaríki, og Salka Valka silgdi úr oyggj í oyggj og var millum annað í bygdini Lamalera, har fólkið livir av stórhvalaveiðu. Allastaðni, har tey komu, var stórur blíðskapur. Fólkini vóru serliga hugtikin av at síggja lítlu dóttur Duritu og Eriks. Skilligt var, at tey vóru ikki von við at síggja hvít børn. Manningin á Salku Valku merkti eisini, at her búði eitt fólk, sum livdi av tilfeingi úr havinum. Tey fingu boðið bæði turran fisk og turt tvøst. Vitjað varð á Timor og Komodoro, sum eru gitin fyri ríka djóralívið har. Vit síggja eisini eitt av teimum mongu gosfjøllunum, sum eru í Indonesia. Landsstýrið ætlar at ílegukanna øll føroysk pinkubørn fyri CTD, og hetta merkir, at tað verður ikki bara greitt, hvør er sjúkur, men eisini, hvør er berari. Tilmælið hjá kanningarbólkinum, sum arbeiðir við tilgongdini at kanna allar føroyingar fyri CTD, er, at berarar ikki fáa boð um, at tey eru berarar. Men tað er ein etiskur spurningur, sigur Jan Rasmussen, sum heldur, at tað kann geva fólki óneyðugar trupulleikar, at fortelja fólki, at tey eru berarar. Mongu etisku spurningarnir hava nú fingið landsstýriskivnnuna at taka avgerðina aftur, um at seta ílegukanningar av øllum pinkubørnum í verk í januar 2016., greiðir hon frá í útvarpsstovuni. Hoyr Radaran her, eitt nú samrøður við yvirlækna og deildarstjóra á Statens Serum Institut, David Hougaard, Jan Rasmussen, granskara og Frankie Jensen, formann í CTD felagnum. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum biður Løgtingið um heimild at selja 10.000 tons av makreli, 5.000 tons av norðhavssild, 25.000 tons av svartkjafti og 3.000 tons av botnfiski úr Barentshavinum á uppboðssølu í 2016. Sambært uppskotinum skulu manningarnar á skipum, sum fiska fiskin, ið verður keyptur á uppboðssølu, ikki rinda part av utreiðslunum fyri kvoturnar. Manningin skal lønast sambært sáttmálum við føroysk manningarfeløg. Uppskotið um uppboðssølu umfatar eisini veiðigjøld á uppsjóvarfiski næsta ár. Høgni Hoydal skjýtur upp, at veiðigjaldið á makreli verður eina krónu kilo, 20 oyru fyri svartkjaft og 75 oyru kilo fyri norðhavssild, sum eru 25 oyru meiri enn undanfarin ár. Veiðigjald verður tó ikki lagt á tann partin av kvotuni, sum verður keyptur á uppboðssølu, og heimaflotin sleppur eins og undanfarin ár undan at rinda veiðigjald. Kristin Michelsen segði við útvarpið í gjár, at eingin avtala er gjørd við seg um selja uppsjóvarfisk og fisk úr Barentshavinum á uppboðssølu. Løgmaður hevur eisini nevnt møguleikan fyri, at tingfólk í andstøðuni fara at atkvøða fyri uppboðssøluni, men tað skilst, at andstøðuflokkarnir ætla ikki at hjálpa samgonguni at samtykkja málið. Danski advokaturin, Ren Offersen, hevur gjøgnumgingið málið, og hann hevur vegna Jørgen Niclasen biðið um loyvi at fáa málið í Hægstarætt, skrivar vp.fo Ren Offersen sigur í umsóknini til Procesbevillingsnævnet, at málið eigur at verða roynt í Hægstarætti, tí tað hevur prinsipellan týdning, og at sagen i øvrigt har væsentlig samfundsmæssig rækkevidde for det færøske samfund, sum han málber seg. Jørgen Niclasen stevndi Dia Midjord, kringvarpsstjóra, Liljuni Weihe, tíðindaleiðara, Jan Lamhauge, journalisti, og Sveini Tróndarsyni, fyrrverandi redaksjónsleiðara á Portalinum, fyri ærumeiðing og vann í Føroya rætti. Tíðindsfólkini kærdu dómin til Landsrættin, sum gav av teimum viðhald. Í landsrættinum varð Jørgen Niclasen eisini dømdur at rinda 376.000 krónur í sakarmálskostnaði. Rene Offersen upplýsir, at Christian Andreasen, advokatur, sum var sakførari hjá Jørgeni Niclsen í Føroya rætti og landsrættinum, hevur kært avgerðina um sakarmálskostnaðin til Hægstarætt. Skulu allir ferðaseðlar á sjónum kosta 40 krónur og allir ferðaseðlar við Bygdaleiðum 20 krónur, kostar tað 18 milliónir krónur í mistari inntøku og størri útreiðslum hjá Strandferðsluni. Tað sigur Samferðslumálaráðið í svari til Fíggjarnevndina. Men ráðið leggur samstundis dent á, at illa ber til at samanbera ferjur, bussar og tunlar, tí prísskipanin hjá Strandferðsluni og undirsjóvartunlunum er ikki tann sama. Fíggjarnevndin spurdi eisini, hvussu nógv ein túrur aftur og fram afturat í ferðaætlanini hjá Smyrli kostar. Hann kostar 1,8 milliónir krónur um árið, 1,2 milliónir í olju og 600.000 krónur til manningina. Samferðslumálaráðið lovar Løgtinginum, at biðið verður ikki um eykajáttan til olju næsta ár. Strandfaraskip Landsins hava gjørt avtalu um fastan prís fyri gassolju fyri eitt heilt ár, sum byrjar 1. februar í 2016, tá Smyril eisini fer frá tungolju til gassolju. Um oljuprísurin hækkar næsta ár, verður ikki neyðugt at biðja um eykajáttan at keypa olju fyri, sigur Samferðslumálaráðið. Strandfaraskip Landsins hava keypt olju fyri 27 milliónir krónur í avtaluni um fastan prís. Til samanberingar kostaði olja Strandferðsluni 55 milliónir krónur í 2012. Tað árið var neyðugt at biðja um 12 milliónir krónur í eykajáttan til olju. Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum. Ætlanin var annars, at danski Serumstovnurin skuldi gera hesar kanningarnar. Sirið Stenberg sigur, at heilsumyndugleikarnir hava fingið eitt tilboð frá danska Serumstovninum at gera ílegukanningarnar, men støða er ikki tikin til tilboðið. 19 ára gamla Kristina Clementsen tók sæti á tingið fyri fyrstu ferð í gjár. Kristina varð uppstillað fyri Unga Tjóðveldið á listanum hjá Tjóðveldi. Hon fekk 134 atkvøður á løgtingsvalinum og gjørdist harvið nummar 13 á listanum. Hon tekur sæti fyri Annitu á Fríðriksmørk, sum hevur biðið um farloyvi. Kristina tekur sæti í eina viku. Tað er ikki óvæntað, at rentan hækkar, tí tað gongur væl í amerikanska búskapinum. Janet Yellen, tjóðbankastjóri, metir, at fíggjarkreppan í USA er av. Tí ber til at hækka rentuna eitt vet, uttan at tað steðgar framgongdini í búskapinum. Roknað verður ikki við, at rentuhækkingin fer at fáa stórvegis ávirkan á fíggjarmarknaðirnar. Samstundis keypti tjóðbankin stórar nøgdir av virðisbrøvum. Eisini í Evropa er rentan lág, men eygleiðarar vænta ikki, at hon hækkar í bræði, hóast USA hevur hækkað sína rentu. Hóast ungmannafeløgini eru ósamd um nógv, hava tey staðið saman um at skipa fyri einum stuðulstiltaki til frama fyri Í Menniskjum Góður Tokki . Barbara Gardlykke Apol úr Sosialistiskum Ungum og Bjarni Kárason Petersen úr Framsøkin Ung greiddi frá tiltakinum í morgun Tríggjar bøkur vóru ummældar. Kjølbro , sum Óli Jacobsen hevur skrivað, yrkingasavnið Desembermorgun eftir Kim Simonsen og Jóhan Martin Christiansen og krimiskaldsøgan Hitt blinda liðið eftir Jógvan Isaksen. Harumframt varð dokumentarfilmurin um Janis Joplin, sum Filmsfelagið hevur sýnt, til viðgerðar. Gudmund Helmsdal Nielsen og Knút Háberg Eysturstein eftirmettu filmin. Enn er ikki greitt, hvussu nógv føroyingar, sum eiga pening til góða hjá Kaupthing, kunnu fáa frá búnum. Heldur ikki er greitt, nær fólk fáa peningin. Fólk eru biðin um at siga trotabúnum, hvagar pengarnir skulu flytast, um úrslitið verður tað, at trotabúgvið lutar út til øll krøv, sum eiga upp til 200.000 krónur Eisini í Føroyum tóku fólk av tilboðnum hjá Kaupthingi um trygg virðisbrøv, sum ikki vóru so trygg, tá avtornaði. Talan er um eini 100 fólk tilsamans. Brandur Ellingsgaard hevur tosað við bústjórarnar, og fingið at vita, at enn eru eingir pengar goldnir út, og bústjórarnir siga seg ikki vita, hvussu nógvir pengar verða goldnir út. Ein annar trupulleiki er, at íslendsku myndugleikarnir ikki vilja lata pengar fara úr landinum. Tað var ein regla sum varð sett í gildi, tá Ísland fór av knóranum í 2008. Tey størstu krøvini ímóti Kaupthing Banka eru úr øðrum londum. Tí er framvegis ikki greitt, hvussu nógvir pengar eru at lata teimum sum hava krøv ímóti búnum, og heldur ikki er greitt, nær pengarnir verða goldnir. Tað verður neyvan í hesum árinum, pengarnir verða goldnir, sigur Brandur Ellingsgaard. Hann umboðar eisini føroyingar sum høvdu keypt partapening í bankanum Lehman Brothers, sum eisini fór á húsagang. Í USA er skipanin við húsagangi øðrvísi, og har rindar búgvið pengar av og á, ella leypandi, sum tað verður sagt. Og haðani hava eisini føroyingar fingið pengar aftur, sigur hann. Krøvini ímóti Kaupthing Banka er nógv, tilsamans 27.500 í tali. Og upphæddin sum krav er lagt fram um, er eisini stór, tilsamans 4.500 milliardir íslendskar krónur. At heilsuverkið í Danmark er farið í gongd at screena hópkanna fyri krabbamein í tarmunum hevur havt við sær, at fleiri hava fingið staðfest krabbamein. Tað vísa hagtøl hjá Danska Cancerregisteret, sum júst eru almannakunngjørd. Frá 2013 til 2014 er talið á krabbameins diagnosum økt 5,8 prosent í Danmark. Tá tosa vit um krabbamein sum heild, og ikki nakað ávíst slag av krabbameini. Men tá hugt verður at teimum ymisku sløgunum av krabbameini, sæst, at talið á tilburðum av krabbameini í tarmi er økt heili 19,6 prosent hetta tíðarskeiðið. Hetta er eitt prógv um, at screeningsætlanin virkar, og at fleiri fara at gerast frísk av krabbameini, sigur Iben Holten, yvirlækni hjá Danska Krabbameinsfelagnum. Tað er gott, at talið økist, tí so varnast vit fleiri tilburðir enn fyrr, og kunnu seta gongd á viðgerðina skjótari. Á tann hátt kunnu vit flyta fleiri yvir í bólkin, sum verða lekt fyri krabbamein, sigur Iben Holten. Hon sigur, at tey sóu sama vøkstur í tilburðunum, tá tey í 2007 settu í verk mammografi screening fyri bróstkrabba. Screeningin fyri tarmkrabba fevnir um allar danir millum 50 og 74 ár. Tað tekur fýra ár at fáa øll í hesum aldursbólkinum ígjøgnum fyrstu ferð, og tí væntar Iben Holten, at talið á nýggjum tilburðum av krabbameini í tarmi fer at vaksa næstu árini. Í Føroyum hava vit ikki screening fyri krabbamein í tarmi. Í næstu viku fer sperda oljufelagið Atlantic Petroleum at kunngera, um felagnum er lív lagað, ella um tað fer undir umsiting ella skal endurskipast. Felagið sigur í dag í fráboðan , at tað í næstu viku væntar at koma við einari fráboðan um støðuna hjá felagnum. Í løtuni er nógv, sum bendir á, at oljufelagið Atlantic Petroleum fer undir umsiting ella verður endurskipað. Framleiðslukostnaðurin á oljuleiðunum er hægri enn oljuprísurin, og støðan er tí ikki haldbar. Vit royna enn at fá til vegar fígging ella eina loysn á Orlando útbyggingini, sum krevur nógvan pening, segði stjórin, Ben Arabo, í seinastu viku. Annika Olsen, sum er uttanflokka á tingi, ætlar sær ikki at atkvøða fyri uppskotinum hjá landsstýrinum. Hoyr samrøðuna, Svein Magnason gjørdi við uttanflokkatingkvinnuna í útvarpstíðindunum á døgverða. Kristin Michelsen og Bjarni Hammer í Javnaðarflokkinum, sum eisini eru ávikavist borgarstjóri og varaborgarstjóri á Tvøroyri, hava verið ivasamir. Teir báðir tingmenninir hjá Javnaðarflokkinum vildu einki siga við útvarpstíðindini á døgverða, men teir fara báðir væntandi at taka orðið. Ingolf S. Olsen, framsøgmaður hjá Tjóðveldi í fiskivinnumálum og skrivari í Fiskimannafelagnum, fegnast um, at tað stendur í logaruppskotinum, at manningarnar ikki skulu gjalda fyri kvotur, sum verða seldar á uppboðssølu. Tað sigur Hans Ellefsen, búskaparfrøðingur, nú Norðurlendska Ráðharraráðið vil hava kannað, hvussu alt fiskatilfeingið kann fáast til høldar. Í fleiri ár hevur verið tosað um at fáa alt fiskatilfeingið til lands, so ein virðisøking kann fara fram á landi. Kim Simonsen, sum í 2014 fekk virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir fyri savnið Hvat hjálpir einum menniskja at vakna hesumegin hetta áratúsundi , hevur nú í samstarvi við myndlistamannin Jóhan Martin Christiansen, latið frá sær nýtt savn, Desembermorgun . Kim Simonsen var gestur í Mentanarkaf ini. Nú í desember kom nýggja yrkingasavnið eftir Kim Simonsen, Desembermorgun , sum hann hevur gjørt í samstarvi við myndlistamannin Jóhan Martin Christiansen. Malan Marnersdóttir hevur lisið tað og ummældi savnið í Mentanarkaf ini. Venjarin hjá Chelsea, 52 ára gamli Jos Mourinho, er ikki longur venjari hjá liðnum. Tað skrivaði bretska kringvarpið, BBC, á Twitter fyri løtu síðani. Chelsea hevur havt vánaliga byrjan í hesum kappingarárinum, og liggur í løtuni á 16. plássi í Premier League. Sambært Daily Mail fær venjarin 40 milliónir pund í uppsagnarløn. Greinin heldur fram niðanfyri. Bretska blaðið, The Telegraph, veit at siga, at nýggjur venjari er longu funnin, og at tað verður 69 ára gamli hollendingurin, Guus Hiddink. Hann hevur hægsta sigursprosentið av øllum útlendskum venjarum, sum hava roynt seg í Premier League. 84,6 prosent eftir 11 sigrar, ein javnan og ein taptan dyst í 2009. Hetta er aðru ferð, at Mourinho er uppsagdur sum fótbóltsvenjari, skrivar BBC. Fyrru ferð var í 2007, tá hann fekk sekkin beint eftir at Chelsea hevði spælt javnt móti Rosenborg í Champions League. Eg havi lagt meg eftir at lýsa menniskjað eins væl og vinnulívssøguna, sigur Óli Jacobsen, sum fyrr í ár legði fram drúgt bókaverk um stórreiðaran Jógvan Fredrik Kjølbro. Óli Jacobsen hevur við hesi bók reist Kjølbro ein bæriligan varða, heldur Zakarias Wang, samfelagsfrøðingur, sum ummældi bókina í Mentanarkaf ini. Marna Jacobsen hevur lisið nýggju krimiskaldsøguna hjá Jógvani Isaksen, Hitt blinda liðið . Hon sigur bart út, at hendan man vera ein av teimum bestu krimiskaldsøgunum, ið Jógvan Isaksen hevur skrivað. Tað er hesa ferð Skansadeildin við Williami Hammer á odda, sum avdúkar drápsmálini. Vit eru í Havn í døgunum kring sólarmyrkingina í ár, men sporini ganga heilt aftur til Jólafundin í 1888. Marna Jacobsen heldur, at munur er á nýggja uppdagaranum hjá Jógvani, Williami Hammer, og gamla kenninginum, Hannisi Marsteinsson. 75 atkvøddu fyri og 39 vóru í móti lógaruppskotinum. Málið hjá svensku stjórini er at avmarka talið av fólkum, sum søkja um friðskjól, skrivar SVT . Í veruleikanum merkir tað, at øll, sum ferðast við toki um Oyrasund, skulu út úr tokinum fyri at vísa pass ella annað samleikaprógv, og síðani fara tey umborð aftur á saman tokið. Kent Ekeroth frá flokkinum Svøríki Demokratarnir, skeyt upp, at sama eftirlit eigur eisini at verða galdandi fyri hýruvognar á markinum til Svøríkis. Vit skjóta til dømis upp, at ábyrgd verður løgd á tann, sum hevur ábyrgd av flutninginum, sum skal kanna pass og visum. Tað skal vera galdandi fyri buss, tok, ferjur og hýruvognar, segði Kent Ekeroth á talarastólinum í Ríkisdegnum. Filmsfelagið sýndi í farnu viku í Havnar Bio nýggja dokumentarfilmin hjá Amy Berg um heimsvíðgitnu bluessongkvinnuna Janis Joplin, sum doyði í 1970, 27 ára gomul. Tað verður gjørt á ársins stytsta degi og eitur á enskum The Shortest Day Short Film Celebration. Tí vísa vit í kvøld fýra føroyskar stuttfilmar, og prátað verður við leikstjórarnar. Spurningarnir hesa ferð snúgva seg um hvørt man sum samkyndur eigur at gifta seg, um hjúnarbandslógin verður broytt, um hvat man skal siga við eina vinkonu, ið ikki kann halda sær vatninum, um ein mann, ið helst ikki vil handa jól, og um miðstaðarfólk, ið grenja. Eg ivist í, um tað er rætt at selja fiskin so dýrt, áðrenn hann er fiskaður og virkaður, sigur Bjarni Hammer, sum er formaður í Vinnunevndini og tingmaður fyri Javnaðarflokkin. Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri og tingmaður fyri Javnaðarflokkin, segði við útvarpið í gjár, at eingin hevur avtalað við seg at selja uppsjóvarfisk og fisk í Barentshavinum á uppboðssølu. Orsøkin er, at útlendingar hava ov stóran leiklut í felagnum. Ocean Group Faroes hevur freist til 8. januar at gera viðmerkingar til niðurstøðuna hjá Fiskimálaráðnum, og tá ferð ráðið at taka endaliga avgerð. Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá stjóranum Alexander Wilhelm. Hetta er fyrstu ferð, at Fiskimálaráðið kemur til ta niðurstøðu, at eitt felag ikki kann reka vinnuligan fiskiskap, tí útlendska ávirkanin er ov stór. Tað kann fyrikoma bæði løgið og óheppið, um hetta kann knýtast til tað, at vit hava fingið eina aðra stjórn, heldur Sveinur Tróndarson, ábyrgdarblaðstjóri á Dimmalætting. Líkindini vóru vánalig í USA, tá fíggjarkreppan kom, ásannar Sverri Justinussen, leiðari í EIK Markets. Men tað er ikki óvæntað, at rentan hækkar aftur nú. 19 ára gamla Kristina Clementsen var nummar 13 á listanum hjá Tjóðveldi á løgtingsvalinum tann 1. september. Hon fekk 134 atkvøður. Í gjár vóru boð eftir henni at koma í løgtingið. Tað er gott fyri politisku skipanina, at ungfólk sleppa framat, tí tey hava eina øðrvísi fatan av viðurskiftunum enn vit, sigur hon. Kristina Clementsen hevur sæti í løgtinginum í eina viku, og so fer hon aftur til arbeiðis á Skyn, har hon varð sett í starv 1. desember. Í mai ella juni verður Articon liðugt við sítt arbeiði. Tá er eitt nú asfaltarbeiði, el og trygdarútgerð eftir at gera í tunnlinum. Játtanin til tunnilin, 40 milliónir krónur, varð flutt eitt ár fram, frá 2017 til 2016. Samlaði fíggjarkarmurin til Viðareiðistunnilin er 162 milliónir krónur Viðareiðistunnilin er 1895 metrar langur og gongur úr Hvannasundi til Miðdals. Samlaða nýggja vegalongdin verður umleið fýra kilometrar. Ert tú ein av teimum, ið gleðir seg til kava jólaaftan, so verður tú helst vónbrotin. Í øllum førum sum veðurforsøgnin sær út í løtuni, nú bert seks dagar eru til jólaaftan. Eitt djúpt lágtrýst kemur frá útsynningi, og tað hevur so vind og regn við sær jólaaftan. Tað sær út til, at lágtrýstið fer eitt sindur norður um, sigur Alix Rasmussen á DMI. Greinin heldur fram niðanfyri. Tað sær tað ikki út til at jólini verða hvít, men grøn í ár. Men tað er eitt sindur ivasamt, tí tað er ringt at siga, hvønn veg lágtrýstini fara, sigur Alix Rasmussen á DMI. Hóast tað í løtuni ikki er líkt til, at kavi legst um okkara leiðir á jólum, so eiga vit ikki heilt at missa vónina fyri at jólini í ár kunnu verða hvít, sigur veðurfrøðingurin. Náttina til jóladag fer lágttrýstið vestur um, og tá kann koma eitt sindur av kava niður, sigur føroyski veðurfrøðingurin á donsku veðurstovuni. Byggingin av teimum 22 leiguíbúðunum hjá Bústøðum á Óðinshædd í Havn, er nú komin so langt, at seinasta av sjey íbúðarhúsum varð reist seinnapartin í gjár. Í juni mánað í ár vórðu 12 leiguíbúðir á Skansanum reistar, sostatt eru 34 leiguíbúðir reistar í Havn í ár. Báðar verkætlanirnar verða væntandi lidnar í summar. Nakað av seinkingum hava verið á Óðinshædd orsakað av veðri, men nú verður veturin brúktur til at gera íbúðirnar lidnar innan, skriva Bústaðir í tíðindaskrivi. Íbúðirnar eru úr 54 til 86 fermetrar til støddar. Væntandi verða íbúðirnar á Óðinshædd endaliga lidnar komandi summar, og hareftir bjóðaðar út eftir bíðilistanum hjá Bústøðum. Skipalistin 2016 er 17. árgangur. Bókin er um skip og bátar, um sjógv og streym, trygdarviðurskifti, signalfløgg, kort yvir stongdar leiðir og mangt annað Skal fíggjarlógin avgreiðast fyri jól, verður neyðugt at víkja frá tíðarfreistunum. Fíggjarnevndin er heldur ikki liðug við skattalættan og tøkugjaldið. Róða Bødvarsdóttir er nevndarlimur í nýggja felagnum. Hon greiður frá, hvussu týdningarmikið tað er at halda fast í føroyska dansinum Listamaðurin vil fegin gera tað ósjónliga sjónligt. Listamaðurin Tróndur Patursson evnar úr glasi stásiligar og hábærsligar fuglar. Fuglarnir eru symbol uppá tað himmalska. Tróndur sigur frá tí bláa litinum, um sálina í listarverkinum og í náttúruni. Hann heldur, vit ikki javnt og samt skulu leita eftir eini meining, men heldur undrast og gleðast yvir skaparverkið. Les hugleiðingina her Samfelagsfrøði koyrikortið í dagsins samfelag Politikkur og búskapur. Tvey orð, sum eyðsæð eru sum grundsúlur undir einum og hvørjum samfelagi. Tvær skipanir, sum virka til at gerast meira og meira fløkjasligar, sum tíðin líður. Ein segði einaferð At hava eitt grundleggjandi skeið í samfelagsfrøði nærum má síggjast sum eitt koyrikort til at klára seg í dagsins samfelagi Og tað er veruliga nakað um tað. Fólkaræði uttan tilvitsku Fyri góðum trimum mánaðum síðani var løgtingsval her heima. Politikarar kjakaðust við lív og sál um skattaskipanina, eina fiskivinnunýskipan, eina pensjónsnýskipan, um føroysku bruttotjóðarúrtøkuna, um burðardygdina í Føroyum, FAS skipanina og so framvegis. Nógv ung fólk, umframt kanska líka nógv eldri, hava hvørki fingið høvd ella hala á hesum umfatandi orðum, og kundi tað líka so væl verið kinesiskt. Nógv hava havt møguleika at sett kross í september mánaði, men hava ikki kent seg vís í teirra vali, og harvið er tað umboðandi demokratiið fallið eitt sindur úr sínari vanliga hávirdu støðu. Hvussu vekir mann áhugan Men hvussu kann samfelagið tryggja, at hetta ikki skal koma fyri seg Hvussu kann samfelagið tryggja, at borgararnir eru tilvitaðir um, hvussu búskapurin hongur saman, hvør politiskur flokkur dyrkar hvørja politisku hugmyndafrøði, og hvussu føroyska samfelagið skilur seg frá øðrum samfeløgum kring heimin Eftir mínum royndum er at taka samfelagsfrøði, sum fak, eitt ógvuliga gott uppskot. At hava havt samfelagsfrøði í skjótt tvey ár nú hevur fyri meg verið ein eye opener fyri einari nýggjari og spennandi verð. At læra um búskaparliga renslið, og útfrá fakligari vitan kunna luttaka í kjakum um politiskt umstrídd evni, og ikki síggja skíti býttur út, er veruliga nakað, sum ger, at ein setir prís uppá samfelagsfrøði sum fak. Eisini at kunna gera egnar, fakligar hugleiðingar um, hví okkurt, sum tú lesur um á einum tíðindamiðli, er farið fram, sum tað er, ella hvørjar fortreytir eru fyri, at føroyski búskapurin antin fer at vaksa ella minka tey komandi árini, er bæði stuttligt og áhugavert. Eitt fak, ið tú faktiskt kanst brúka Tað er ikki tað vanliga fakið, har ið tú fært nógva vitan tveitta at tær, og tú ivast í, um tú nakrantíð kemur at nýta hesa vitan aftur, men ístaðin eitt fak, har tú næstan altíð kanst endurspegla teg sjálvan í frálæruni og sjálvur seta hana inn í veruligar støður, sum fara fram, ella eru farnar fram, í Føroyum. Síðan 2013 hevur samfelagsfrøði C verið kravd lærugrein á øllum miðnámi, har næmingar síðan hava havt møguleika at velja tað á eitt hægri stig eisini. Samtíðin manglar í skúlunum Á heysti í 2012 var eitt lógaruppskot lagt fram fyri løgtingið um at gera samfelagsfrøði kravt sum einstakt fak í fólkaskúlunum, men tað varð felt. Í løtuni hava fólkaskúlanæmingar fakið søga og samtíð, men vit øll, sum hava gingið í fólkaskúla, vita, at her vigar søguparturin væl meira enn samtíðarparturin. Tað vísir seg, at samfelagsligi áhugin hjá næmingum plagar at rakna við í framhaldsdeildini, og hevði tá verið upplagt at stimbra hendan áhugan við at toga samfelagsfrøði inn í skemaðið eisini antin sum einstakt fak ella gjørt tað til ein tyngri part av søgu og samtíð. Ein ágóði fyri øll Umframt at geva næmingunum fortreytir fyri at seta krossin við góðari samvitsku einaferð, tá tey hava valaldur, gevur tað teimum eitt innlit í fleiri yrkisleiðir innan búskap, sosiologi, støddfrøði v.m., sum kemur at gera tað lættari at velja ta røttu breytina og leiðina á miðnámsskúlanum, sum ofta kann virka ógvuliga tupult. Tað, at samfelagsfrøði nú er kravt á miðnámi, stuðlar heilt víst undir, at føroyingar gerast meira tilvitaðir, men atlit skal eisini takast til teirra, sum ikki velja at fara undir hægri lesnað Ein politisk fatan er jú grundarsteinurin undir einum vælvirkandi, umboðandi fólkaræði. Ver við í kjakinum So at taka eitt skeið í samfelagsfrøði, haldi eg sjálvur vera ógvuliga hent, um ein hevur hug at vera við í, og skilja tað politiska prátið, sum so ofta fer fram. Eisini við alsamt fleiri fólkum, sum stroyma á alnótini og harvið lesa ymiskar greinar um hendingar kring heimin, fer eitt gott samfelagsligt skil at hjálpa tær at fáa greiði á hvat, hví og hvussu. Í løtuni er samfelagsfrøði ikki á listanum yvir møguligar lærugreinir á Kvøldskúlanum, men vónandi verður tað at síggja har í framtíðini, soleiðis at tey, sum høvdu ynskt sær eitt skeið í samfelagsfrøði og ikki tíma aftur í miðnámsskúla, eisini hava ein møguleika. Les hugleiðingina her Hvussu skal eg vita tað Valið er júst farið aftur um bak. Valfepurin var høgur. Plakatir av alskyns andlitum, litum og støddum vóru at síggja runt í Føroyum. Summi væl kend, onnur heldur nýggj. Miðlarnir tóku stóran lut í valstríðnum og settu fyri sín part dagsskránnað. Vanligi samrøðuspurningurin fór frá hvussu gongur til Nú Klár ur at velja . Fylgt varð eyka væl við í tíðindunum. Ja, valstríðið hevði stóra ávirkan á gerandisdagin. Í tíðindunum 11.08.15 var eitt innslag um, hvussu óvitandi ungdómur okkara er innan politikk og samfelagsviðurskifti. Nøkur ung fólk vórðu spurd ymsar spurningar um politikkin í Føroyum, tosað var við Herálv Jacobsen, formann í Føroya Lærarafelag, og Anniku Sølvará, forkvinnu í felagnum Heim og Skúli. Spurningarnir, ið tey ungu vórðu spurd um, vóru um vinstravendar flokkar í Føroyum, hvørjum flokki Eyðgunn Samuelsen er í, hvørjir flokkar sita í samgonguni og so fraamvegis. Tey ungu svaraðu annaðhvørt skeivt, ella vistu tey ikki. Tey søgdu til dømis Eyðgunn Samuelsen at sita í Sjálvstýrisflokkinum og at átta flokkar vóru stillaðir upp til løgtingsvalið. Fúl skomm havi eg hoyrt onkran siga. Eg taki fullkomiliga undir við viðkomandi. Tó er tað vert at spyrja spurningin Hvønn er hetta skomm fyri Eg eri júst fylt 18 ár. Eg setti mín fyrsta kross til løgtingsvalið fyri nøkrum døgum síðan. Eg eri fødd í 1997, og vit, sum fyltu áðrenn 1. september, vóru so heppin at sleppa at hava okkara ávirkan á, hvussu landið verður stýrt, stutt eftir at vit gjørdust myndig. Eg gekk í 9. flokki á eftirskúla í Danmark og hevði tá samfelagsfrøði fyri fyrstu ferð. Eg hevði ongantíð havt samfelagsfrøði fyrr, og hetta var sum kinesiskt fyri mær. Eg visti ikki, hvat vinstra og høgra var, og tá hinir næmingarnir vistu so nógv meira enn eg innan samfelagsfrøði, og støðið var ov høgt til mín, fekk eg tískil lítið og einki burtur úr hesi lærugrein tað árið. Í Føroyum hava vit ikki samfelagsfrøði í fólkaskúlanum. Tú fært samfelagsfrøði, tá tú fert á miðnámsskúla. Flestu ungu byrja miðnám sum 16 17 ára gomul. Eg byrjaði sum 17 ára gomul, og tá fekk eg fyri fyrstu ferð undirvísing í samfelagsfrøði á føroyskum. Summi fara slett ikki á miðnámsskúla. Hvat við teimum Eg havi altíð hildið, at politikkur bert var fyri tey vaksnu. At eg hevði ikki møguleika fyri at vera við í prátinum, tá tosað varð um politikk. Vaksnamannaprát. Brádliga vóru plakatir av ymsum persónum runt í býnum. Eg trúgvi, at eg tosi fyri nógv, tá eg sigi hetta Fleiri, sum eg havi tosað við, vita ikki hvat vinstra og høgra er. Hvat sosialisma og liberalisma er. Evnini á nógvum politiskum valfundum í seinastuni hava verið um fiskivinnu, skatt og so framvegis. Tað er øgiliga lætt at hava eina meining um etisk mál, men tað er sera ringt at hava eina meining um fiskivinnu og skatt, tá ein ikki hevur ánilsi yvir, hvussu skattaskipanin ella fiskivinnan gongur fyri seg. Tískil kann eisini vera vandi fyri, at tú bert atkvøðir fyri flokkinum ella persóninum grundað á etisku málini, men tá tú eina ferð fært skil á fiskivinnu og skatti, ert tú rúkandi ósamd ur. Hetta haldi eg vera ov galið Eg haldi tað vera ov galið, at veruleikin um at vit sjálv skulu atkvøða, at vit sjálv skulu vera við til at ávirka, at vit sjálv eisini hava rættin at stilla upp og hava meiningar er so fjarur frá okkum Hetta valið kendist fyri mær sum nakað, eg brádliga varð blakað út í. Eg VIL vera við, men eg skilji ikki helvtina av tí, ið gongur fyri seg. Annaðhvørt orð er okkurt fínt orð, sum eg ongantíð havi hoyrt fyrr. Almenn vitan hugsar onkur. Tit kundu bara fylgt betur við sjálv, hugsar onkur. Nei Hetta er nakað, man EIGUR at hoyra um í fólkaskúlanum. Tað er skomm, at fólk fara úr 10. flokki og vita ikki, hvussu politiska skipanin í Føroyum er. Hetta eiga vit at broyta. Øll hava rætt til at fáa vitan um samfelagsviðurskifti eisini børn hjá foreldrum, ið ikki hava áhuga fyri politikki. Vit síggja, at ungdómur okkara er, sum Sonja Jógvansdóttir tekur til til dystin fús at menna sína vitan og meiningar. Samfelagsfrøði er ein lærugrein við kjaki, har tað ikki bert er ein endalig loysn til alt. Ein lærugrein har tað ikki eru endaligar reglur settar. Um vit høvdu raðfest tímatalvuna í fólkaskúlanum eitt sindur øðrvísi, so at vit kundu fingið samfelagsfrøði inn í fólkaskúlan í 7. ella 8. flokki, høvdu næmingarnir, ístaðin fyri at øtast fyri valinum, tí mann ikki hevur ánilsi yvir, hvat tosað verður um, glett seg til endiliga at seta sín kross, tí mann langt síðan hevur skapað sær eina fatan av politikki og harvið skapað sær eina meining. Ungdómurin kundi lært at kjakast, og at tað er í lagi at vera ósamdur. Lært at virða aðrar hugsjónir og lært, at føroyskur politikkur ikki bert er vaksnamannaprát Meðan Ruth hevur havt valrætt hava tvey val verið fólkatingsval og løgtingsval. Hon luttók ikki á fólkatingsvalinum, av tí hon metti seg ikki føran fyri at velja, av tí hennara politiska vitan haltaði. Tó luttók hon til løgtingsvalið, men enn heldur hon ikki, at hon veit nóg nógv um politikk. Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sigur at nú verður nýskipanarnevndin, sum skal koma við tilmæli um, hvussu fiskivinnan skal skipast í framtíðini, skjótt sett. Politikarar, bæði úr andstøðu og samgongu, hava sóknast eftir nevndini, ið, sambært samgonguskjalinum frá 14. september, skuldi setast beinanvegin. Av somu orsøk er ógreitt um uppskotið um veiðigjøld og uppboðssølu av uppsjóvarfiski og botnfiski í Barentshavinum, sum í gjár var til 1. viðgerð, yvirhøvur fær undirtøku í samgonguni. Eftir ætlan, skal nevndin verður sett saman av serfrøðingum í Føroyum, sum kenna til fiskivinnuna, løgfrøði, búskaparfrøði og fíggingarviðurskifti. Umframt nýskipanarnevndina, skulu eisini setast tveir fylgjubólkar, ið regluliga skulu hoyrast um nýskipanararbeiðið. Tann fysti fylgjubólkurin skal umboða fiskivinnuna bæði á sjógvi og á landi. Tann seinni skal vera ein politiskur fylgjubólkur við umboðum úr politisku flokkunum. Tað hevur ljóðað, at nýskipanarnevndin verður sett áðrenn jól. Tað torir Høgni Hoydal tó ikki at veita vissu fyri, men sum skilst er arbeiðssetningurin hjá ósetta bólkinum um at verða orðaður. Nýskipanarnevndin skal koma við sínum tilmæli í seinasta lagi á ólavsøku næsta ár. Felagið hevur gjørt politikararnar varugar við, at landsstýrið kann blíva stevnt fyri uppboðssøluna. Men so langt er málið ikki komið enn, sigur stjórin í Reiðarafelagnum, Herálvur Joensen. Í dag er talið 991.000. Altjóða tilflytarafelagsskapurin staðfestir, at framvegis koma serliga nógv flóttafólk og tilflytarar til Grikkalands, ella 4.300 um dagin. Umleið ein millión flóttafólk og tilflytarar eru komnir um Miðjarðarhavið til Evropa í ár, og tað er fýra ferðir so nógv sum í fjør. Nógv eru flýdd undan krígnum í Sýria. Síðani 16 oktober eru 422 fók deyð á havinum, tá royndu at sleppa til Evropa. Tað eru sjey um dagin, sigur talsmaðurin fyri IOM, Joe Millman. Fyrsta fløgan er komin út. Jazzbók føroya fólks er heitið, og hon fevnir um kendar sangir, sum fólk hava tikið til sín.Hetta er ein roynd at skapa ein føroyska standard jazz skrá, siga limirnir Falkaríman er um eina hending, tá donsku embætismenninir sendi Islands Falk til Bergen eftir Andrassi Samuelsen. Teir vildu hava hann til Føroya at verja borg móti unga sjálvstýrismanninum, Edvardi Mortensen, sum kortini vann valið. Sambandsfall speirekur nakrar av fremstu sambandsmonnunum á skemtiligan hátt. Vit hoyra á eini gamlari upptøku velbastaðmenn kvøða Sambandsfall, og á eini nýggjari upptøku kvøða Tøkum Lætt og Dansifelag Kaggans táttin. Vit skulu vera á varðhaldi, tá kommunurnar lokka við bíligari barnaasning, tí tað er so nógv annað, sum pengarnir kundu farið til á dagsstovnaøkinum, heldur hann. Tað sigst, at kommunurnar hava ikki ráð at hækka lønirnar hjá pedagogum nevnivert, men tað samsvarar ikki við tað, at tað ber til at lækka barnaansingargjaldið, sigur Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum. Hans Jacob Kolslíð hevur tey seinastu árini skriva fleiri vælumtóktar, føroyskar sangir saman við millum øðrum Hans Marius Ziska og Døgg Nónsgjóv, men nú er hann farin undir egna tónleikaverkætlan. Í táttinum Nálareygað hoyra vit lagið Ólavur Riddararós í nýggjari, instrumentalari, jazzútgávu. Lagið er á nýggju fløguni Jazzbók Føroya Fólks , ið bólkurin Kátir Kallar hevur innspælt. Í kæruni verður sagt, at eitt starvsfólk hjá barnaverndartænastuni rópti og deildi í telefonini og vavdi óviðkomandi og persónlig viðurskifti hjá viðskiftafólkinum upp í málið. Hetta varð kært til barnaverndartænastuna, sum sendi kæruna til kommununa. Men tá einki svar kemur frá kommununi, verður kært til Løgtingsins umboðsmann. Og ikki fyrr enn tá svarar kommunan. Í niðurstøðuni hjá Løgtingsins umboðsmanni sæst, at fýra mánaðir ganga frá tí, at barnaverndartænastan fær klaguna til hon verður send journalini hjá kommununi at skráseta. Tað er alt annað enn nøktandi, at næstan eitt ár gongur, frá tí at klagað verður um barnaverndartænastuna til kommunan svarar, sigur Løgtingsins umboðsmaður. Løgtingsins umboðsmaður sigur eisini, at tað var ikki rætt, tá barnaverndartænastan bað barnaverndartænastuna í aðrari kommunu, har kvinnan, sum kærdi, var og vitjaði saman við børnunum, fara at vita, hvussu børnini høvdu tað. Fríggjadagin sá hon einki serlig út veðurforsøgnin fyri jólaaftan. Í øllum førum ikki, um tú hevði glett teg til at tað fór at verða hvítt og kavi jólaaftan. Hyggja vit at hitalagi og vindi, sær tað út til at tað fer at koma kavi niður jólaaftan. Fyrst vátakavi og seinni kavi, sigur Hanus Kjølbro, lærari á Sjónámi. Vónin um hvít jól livir enn. Sambært læraranum á Sjónámi, fer tað at koma kavi niður jólaaftan, segði hann við góðan morgun Føroyar fyrr í morgun. Greinin heldur fram niðanfyri. Hóast tú so smátt kanst gleða teg til kava jólaaftan, er kortini eitt sindur óvist, júst nær kavin kemur niður jólaaftan, sambært læraranum á Sjónámi. Tað verður heilt fitt av vindi av norði og kalt. Tað er heilt sikkurt, at kuldin kemur tá onkuntíð, men tað er torført at seta klokku á, sigur Hanus Kjølbro Tað eru 16 tímar á muni á veðurforsagnunum. Meðan onkur veðurstova sigur at tað fer at kava fyrr um dagin, sigur DMI at tað verður ikki fyrr enn á midnátt. Í USA kostar oljan góðar 34 dollarar fyri tunnuna. Samstundis øktist virksemið í amerikansku sonevndu skiferoljuni í farnu viku, og ætlanin er at oljuprísurin skal haldast á einum so lágum støði sum gjørligt. Samstundis øktust amerikansku oljugoymslurnar upp í 491 milliónir tunnur, og so stórar hava amerikansku oljugoysmlurnar ikki verið síðani í 1930. Roknað verður nú við, at oljuprísurin kann falla niður í 20 dollarar fyri tunnuna. Orsøkin til tað er, at tey 12 limalondini í OPEC fara at selja 32 milliónir tunnur av olju umdagin. Tað er serliga Iran sum økir sína oljusølu nógv, og teirra søla fer at hækka so hvørt sum tiltøkini ímóti landinum verða sett úr gildi, er seinasta metingin hjá serfrøðingum. Vanligt er, at útisetar koma heim til Føroya at halda jól, men soleiðis er ikki hjá Jóhonnu. Av tí hon skal til próvtøku á nýggjárinum, er tíðin ov knøpp til, at hon kann koma heim hesa ársins tíð. Bíðað verður eftir álitunum hjá Fíggjarnevndini um fíggjarlógina fyri 2016, um skattalættan, um tøkugjaldið, sum skal leggjast á alivinnuna, og um at sleppa kringvarpsgjaldinum undan meirvirðisgjaldinum. Vinnunevndin hevur uppskotið um uppboðssøla og veiðigjald. Neyðugt verður at víkja frá øllum tíðarfreistum, tá tey fimm málini, bíðað verður eftir, skulu avgreiðast. Sambært álmanakkanum hjá tinginum er tingfundurin í dag fyribils tann seinasti í árinum. Tingfundurin í dag verður klokkan hálvgum tvey. Sepp Blatter verður haraftrat dømdur at rinda 50.000 sweitsarafrankar og Michel Platini 80.000 sweitsarafrankar í bót, skrivar tíðindastovan, AFP. Báðir søgdu seg vera ósekar í ákæruni um svik, tá etiska nevndin hjá FIFA avhoyrdi teir. Etiska nevndin hjá FIFA avhoyrdi Sepp Blatter í meir enn átta tímar hósdagin. Greinin heldur fram niðanfyri. Fríggjadagin avhoyrdi nevndin Platini, sum er formaður í Europeisku Fótbóltssamgonguni, UEFA. Michel Platini hevur fingið forboð at virka í fótbólti í tríggjar mánaðir. Platini segði etisku nevndini, at hann roknaði við at forboðið varð ógildað, so hann kundi royna at gerast forseti í FIFA á fundinum sum verður 26. februar. Áðrenn illgrunin um svik kom fram, varð tikið sum givið, at Michel Platini fór at taka við sum forseti í FIFA eftir Sepp Blatter. Men nú er greitt, at tað verður hann ikki. Tað kunngjørdi Oddfríður Marni Rasmussen, formaður í føroysku nevndini, í Góðan morgun Føroyar í morgun. Valið fall á Hon, sum róði eftir ælaboganum hjá Rakel Helmsdal. Hetta er onnur ferðin, at Rakel er tilnevnd hesa virðisløn. Barna og ungdómsvirðisløn Útnorðurráðsins verður latin annaðhvørt ár, og er hetta áttanda ferðin, at virðislønin verður latin. Ein føroyingur hevur fingið hana, tað er Bárður Oskarsson fyri bókina Ein hundur, ein ketta og ein mús í 2006. Til tess at fáa greiðu á, um felagið kann víðka um virksemi sítt, fer Faroe Farming nú at leggja ein aliring út á Hvalbiarfjørð fyri at kanna, um fjørðurin er egnaður at ala á. Bakkafrost hevur nú í desember lagt um 850 milliónir krónur í láni. Umlagda lánið er, eins og tað gamla, eitt fimm ára lán. Hoyr samrøðuna, Høgni Djurhuus gjørdi við fíggjarleiðaran á Bakkafrosti, Gunnar Nielsen. Føroyska heildarkvotan í næsta ár er tann sama sum í ár, 5.600 tons. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, og íslendski fiskimálaráðharrin, Sigurður Ingi Jóhannsson, samráddust hósdagin og fríggjadagin um fiskirættindi næsta ár. Samráðingarnar vóru í Havn. Føroyska lodnukvotan er 30.000 tons. Íslendsku kvoturnar í føroyskum sjógvi eru tær somu, 1.300 tons av makreli og 2.000 tons av aðrari sild enn norðhavssild. Semja er um at greina viðurskifti í samstarvinum um fiskiveiði við ásetingum í Hoyvíkssáttmálanum í huga. Partur av hesum arbeiði verður at viðgera avmarkingarnar hjá føroyskum skipum at virka og avreiða lodnu til matna. Í samráði við grønlendskar myndugleikar verða stig tikin til fund millum fiskimálaráðharran og landsstýrismenninar í Íslandi, Grønlandi og Føroyum um áhugamál landanna í fiskiveiði í Norðuratlantshavi. Nú kringvarpsgjaldið verður broytt, merkir tað, at øll fólk millum 25 og 66 ár skulu rinda 150 krónur um mánaðin í kringvarsgjaldi. Fólk í Føroyum, ið eru 67 ár og eldri, koma at rinda 50 krónur um mánaðin, meðan fólk undir 24 ár sleppa undan at rinda kringvarpsgjald. 16 tingfólk atkvøddu fyri, og 15 ímóti, tá Løgtingið seinnapartin samtykti uppskotið frá landsstýriskvinnuni til triðju viðgerð í tinginum. Á sambýlinum á Heygnum í Klaksvík búgva tríggir fugloyingar, ið øll eru í nítiárunum. Miebeth Jacobsen er 96 ár og Solborg Zachariasen er 95 ár. Tær eru báðar ættaðar av Kirkju. Símun Gullaksen úr Hattarvík er 91 ára gamal. Tey trý siga frá, hvussu nógv øðrvísi jólini vóru í uppvøkstrinum í Fugloy. Andrias Reinert í Havn, sum hevur dunnur og gæs, sigur, at í ár hevur verið serliga stórur eftirspurningur, tí fólk mistu nógvar ungar í ár. Katja Volovelskaja er ættað úr Russlandi og hevur verið musikklærari í Føroyum í mong ár. Nú dámar henni væl at halda jól, men hon vaks upp í Sovjetsamveldinum í kommunistatíðini og hon visti tá einki um, at Jesu føðing hevði nakað við jól at gera. Heri Joensen, prestur, hevur sum aðrir prestar nógv at gera um jólahøgtíðina. Hann greiðir eisini frá, hvussu tey hildu jól í Svínoy, tá hann var barn. Fjósið og krubban við Jesusbarninum eru í Mariukirkjuni í Havn hvørji jól. Hetta er fastur siður hjá katolikkum kring allan heimin, og Maria Forrestal, sum er ein av fransiskanarsystrunum í Havn, greiðir í sendingini frá hesum serliga siði. Eisini í Vestmanna eru tey jólalig. Vit vitja Staðið, sum er ungdómshúsið í bygdini. Leiðarin í ungdómshúsinum, Pauli Magnussen, er eisini tónleikari og hann hevur havt úr at gera við at spæla í sambandi við ymisk jólatiltøk í Vestmanna. Løgtingið samtykti við triðju viðgerð í dag at hækka punktgjøldini á bensin og diesel. Punktgjaldið á bensini hækkar við 30 oyrum, úr 2,40 fyri liturin, uppí 2,70 fyri liturin. Punktgjaldið á diesel hækkar við 25 oyrum, úr 50 oyrum fyri liturin, uppí 75 oyru liturin. Hinvegin so fara fólk at fáa meira í ferðastuðli. Fráboðanarskyldan verður standandi í grindalógini. Men revsingin verður tikin úr lógini aftur. Samstundis er neyðugt at seta í gildi onnur tiltøk at forða fyri virkseminum hjá Sea Shepherd, so felgsskapurin ikki ger sær dælt av strikaðu revsingini, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður. Millum annað er ætlanin at forða skipunum hjá Sea Shepherd at koma inn um 12 fjórðingar, sigur landsstýrismaðurin. Lógarbroytingarnar koma ætlandi í tingið tíðliga í 2016. Pensjónistarnir krevja, at grundupphæddin í fólkapensjónini ikki verður lækkað, soleiðis sum Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, hevur skotið upp. Ætlanin er at lækka grundupphæddina 580 krónur um mánaðin, samstundis sum útgjaldið úr Samhaldsfasta hækkar 800 krónur um mánaðin. Arne Thorsteinsson, formaður í Landsfelagi pensjónista, handaði í dag landsstýriskvinnuni 900 undirskriftir, sum mótmæla lækkingini í grundupphæddini Kári Poulsen, teldufrøðingur, vísir á, at eingin visti í nítiárunum, at internetið fór at verða størsta kollvelting í nýggjari tíð Hóast útbjóðararnir hava sett ferðina upp, er hon lítil samanborin við onnur lond, og nógvar skipanir, sum eru kendar aðrastaðni, er ikki settar í verk í Føroyum, eitt nú talgilda undirskriftin. Føroyar eru 5 10 ár aftan fyri onnur lond, sigur Hannes Gislason, professari í kt verkfrøði, sum var gestur í sjónvarpsstovuni í Degi og Viku Orðaskiftið um muslimar og flóttafólk er ofta merkt av fordómum. Orsøkin er, at fjølmiðlar hava ilt við at gera mun á átrúnaði og yvirgangi. Eftir nýggju skipanini um kringvarpsgjald, sum kemur í gildi 1. januar, fara summi at gjalda meira, onnur minni, og nøkur, sum ongantíð hava goldið, skulu nú gjalda kringvarpsgjald. Lógin sigur, at Kringvarpið kann senda handilslýsingar í útvarpi og sjónvarpi, men landskassin skal hava inntøkurnar av hesum lýsingum. Í desember hava børn ymsastaðni í Føroyum sent søgur inn á heimasíðuna. Vit hoyra nakrar søgur. Hildur, Lea, Hilda, Fríðunn og Teitur lesa. Tøl frá danska útlendingstýrinum vísa, at í oktober í ár søktu 3646 fólk um friðskjól í Danmark, og sostatt vóru bæði november og oktober metmánaðir. Inger Støjberg, útlendinga , integratións og bústaðarmálaráðharri sigur í tíðindaskrivi, at nú danska stjórnin hevur hert treytirnar fyri flóttafólk og tey sum søkja um friðskjól, so tykist talið at minka í desember. Leygarkvøldið kunnaði stjórin á Varðanum Pelagic starvsfólkini um, at felagið ætlar sær at byggja nýmótans surimi virki á Tvøroyri. Nýggja virki fer at virka svartkjaft um til surimi. Íløgan kostar Varðanum 70 milliónir og nýggja virkið fer at geva arbeiði til eini 70 fólk. Bogi Jacobsen er stjóri í Varðanum Pelagic og greiddi soleiðis frá ætlanini við nýggja surimi virkinum. Higartil í ár hevur Grønland útflutt fyri 237 milliónir minni enn sama tíðarskeið í fjør. Tað er serliga vánaliga makrel vertíðin, sum er orsøk til afturgongdina, skrivar blaðið sermitsiaq.gl. Sama tíðarskeið innflutti Grønland fyri áleið 2.9 milliardir krónur. Tað eru 21 milliónir ella 0.7 prosent minni enn somu tíð í fjør. Tað tekur bara tveir tímar at flúgva úr Danmark til Føroya, men hjá Sóleyð var talan um eina heldur longri ferð. Tað tók henni ein hálvt samdøgur, frá tí hon fór úr íbúðini í Keypmannahavn, til hon stóð heima á Áldarsbakka í Skúvoy. Men ein so drúgv ferð er ikki nakað eindømi, tá tú býrt har. Tveir dagar eru eftir til jóla, men børnini á Sólareyga ótólnast ikki enn. Tey styttu sær í øllum førum stundir í morgun við at syngja jólasangir Jóhanna Norðberg Niclasen, Mike, Eva Maria Brynhildardóttir, Rasmus Vigant Samuelsen, Rani Petersen, Sára Allansdóttir Jacobsen, Jona á Váli Olsen og Marianna Winther Nagata syngja og spæla I ll Be Home For Christmas, Á, heilaga Nátt, Baby, It s Cold Outside, Mary, Did You Know, I Saw Mommy Kissing Santa Claus, Winter Wonderland og The Christmas Song. Klaver Rasmus Vigant Samuelsen. Tá eg var yngri, plagdu vit at fara út til ommu og abba at halda jól. Fyri at koma út til tey, máttu vit fara við báti tann 23, tí báturin sigldi ikki allar dagar á jólum. Tá kundi man ikki fáa bil við, so vit koyrdu allar gávurnar í svartar skrelliposar, og bóru teir so umborð á bátin, har fleiri aðrir svartir skrelliposar stóðu við gávum í. Tað tók altíð eina løtu at sigla til ommu og abba, men hugnaligt var avlíkavæl tí nógv fólk vóru umborð, so man keddi seg ikki. Á kaiini stóðu omma og abbi við trillubøruni, sum vit koyrdu teir svørtu skrelliposarnar í. Nógvir aðrir abbar og ommu vóru eisini har, at taka ímóti øllum hinum sum eisini høvdu svartar skrelliposar. Tað var kalt at ganga heim frá kaiini, serliga tí at vindurin kom beint frá havinum av og inn á bygdina. Í bygdini var tað vanligt at fara í bygdahúsið at dansa jólatræ og so síðani at fara heim til ommuna og abba at eta ein lekkran døgurða. Eftir døgurðan pakkaðu vit tær mongu gávurnar sum høvdu ligið í teimum svørtu skrelliposunum. Í meðan vit sita og pakka upp, bankar uppá, og úti í durinum stendur ein jólamaður við einari karamellerskju. Men tað er heilt broytt nú. Eg havi ikki tíð at hugsa um jól longur. Sum lesandi í 2.g er skúlin alt sum fyllur tín vanliga gerandisdag. Tað er so ringt at opna eyguni um morgunin, tí tú hevur siti uppi alla náttina og gjørt eina innlating til dagin eftir. Hóast tú als ikki hevur hug at møta upp í skúla, so fert tú avlíkavæl tí annars veksa prosentini, og kjansurin fyri at tú verður blakaður úr skulanum veksur við fullari ferð. Tað skal vera gott at fáa jólaferiu, hugsar hvør tann einasti næmingur ið gongur í skúla beint uppundir jól. Tað er ikki fyrr enn tann 23 at eg havi tíð til at hugsa um at jólini eru nú, men hóast allan skund til gávur og annað, eydnast tað altíð at fáa eini góð og hugnalig jól við lekkrum mati og gávum. Serliga um jólatíðir, eru saknurin størstur av teimum ið man mist hevur, men gleðin er enn har. At vera saman við familjuni, úti á bygd, er tað besta við jólunum. Í tíðindunum á miðdegi segði Bjarni Hammer, at gongur alt sum ætlað, so kemur álitið frá nevndarviðgerðini aftur í tingið einaferð í dag. Tað er enn ógreitt um meiriluti er í samgonguni fyri eini uppboðssølu av fiskirættindum ella um tann parturin verður tikin burtur. Ruth Vang, forkvinna, sigur at fíggjanevndin bíðar til vinnunevndin er komin við sínum áliti tí fyrr enn tað er greitt um landskassin fær nakrar inntøkur frá eini upboðssølu av fiskirættindum, ber ikki til at siga nakað endaligt um fíggjarlógina fyri næsta. Ítróttarstjórin í Vendsyssel, Jacob Kruger, fegnast um at hava fingið føroyska miðvallaran í hópin. Hann sigur við heimasíðuna hjá felagnum, at Brandur Olsen fer at styrkja um hópin. Hann hevur longu víst í FC Keypmannahavn og á føroyska landsliðnum, at hann kann vera við á allarhægsta stigi, sigur Jacob Kruger. Brandur Olsen, sum í seinastuni hevur sitið nógv á beinkinum hjá FC Keypmannahavn, sigur við heimasíðuna bold.dk, at hann hevur tikið avgerðina, tí hann vil sleppa at spæla meira. Brandur Olsen verður fjórði føroyingurin í hópinum hjá Vendsyssel. Frammanundan hevur felagið sáttmálar við Hall Hansson, Ren Shaki Joensen og Meinhard Olsen. Aftur í ár verður skipað fyri stórari jólakonsert í Løkshøll, og aftur í ár hevur tað eydnast fyrireikarunum at savna saman eitt gott og fjølbroytt tyssi av kendum og minni kendum sangarum og tónleikarum. Tey, ið framføra, eru Linda Andrews, HIGH5, Sigrid Rasmussen, S7EY, Heini L tzen, Jórun Pólsdóttir, Hervør á Torkilsheyggi, Barbara Gaardbo og Jan Jacobsen. Húsorkestrið Jákup Justinussen, Høgni Klakkstein, Pauli Poulsen, Bárður Poulsen, Jógvan Andersen, Benjamin N. Jacobsen, Ólavur Olsen, Jens Knudsen, Elsa Maria Dam og Eirikur Skála. Fyri einum mánaði síðani var ein bakteria funnin har suðuri í Kina, sum var mótstøðufør ímóti Colestin, og nú eru tær eisini funnar í Bretlandi og Danmark. Colestin er vanligt í dýrafóðri og tað serliga við hesi mótstøðuføru bakteriuni er, at hon lættliga flytir seg frá einari bakteriu til aðra, sum hvør í sínum lagi evla til sjúkur og brunar av ymsum slagi. Dr. Liz Taylor, sum starvast á Antimicrobial Resistance deildini hjá WHO, ávaraði fyri einum mánaði síðan um, at ilegan sum ger bakteriur mótsøuførar helst fer at fara um allan heim. Nú er ílegan so staðfest í Bretlandi og Danmark, og heldur hon fram at spjaða seg, kann tað fáa álvarsligar avleiðingar fyri læknavísindi. Sambært Liz tayler merkir hetta, at summi fólk fara at hava sjúkur, sum ikki kunnu viðgerast. Bakteriusmittur sum lungnabruni og blørðubruni kunna gerast deyðiligar. Eisini vanligar skurðviðgerðir fyri til dømis blindtarm ella eitt mjadnaskifti kunnu gerast vandamiklar, tí pensillin fer ikki at basa bakterium, sum fáa atgongd til mannakroppin, tá skurðviðgerðir skulu gerast. Tað eru prestarnir í Vesturkirkjuni, sum standa fyri. Heri Joensen hevur andakt. Umframt hetta fer Durita Tausen at lesa upp úr dagbók síni frá tíðini, hon hevði krabba. Og Una Zachariassen, sum misti unga son sín í fjør, sigur frá einum átaki, hon er byrjað, fyri at hjálpa teimum, sum bera sorg. Vónargudstænastan verður í Vesturkirkjuni klokkan 20.00 í kvøld, týskvøldið 20. desember. Aksel V. Johannesen, løgmaður, segði í Degi og Viku fyrr í kvøld, at álitið frá vinnunevndini kemur í kvøld, men hann vildi ikki siga, hvat stendur í álitinum. Løgtingið bíðar eisini eftir álitinum frá fíggjarnevndini um fíggjarlógina. Álitið frá vinnunevndini verður avgerandi fyri, hvussu álitið um fíggjarlógina fer at síggja út. Reiðarar meta seg eiga rættindini til at fiska ásettu kvoturnar fram til 2018, og halda tað tí vera ólógigt at selja rættindi á eini almennari uppboðssølu. Reiðarafelagið læt fríggjadagin Løgtingsins vinnunevnd tvey løgfrøðilig upprit, sum kalla eina møguliga uppboðsølu av fiskirættindum fyri inntriv í fiskirættindi og sáttmálaviðurskifti. Herálvur Joensen segði tó fríggjadagin, at enn hevur Reiðarafelagið tó ikki fyrireikað nakað endurgjaldskrav men bara kunnað Vinnunevndina um møguleikan at stevna. Meðan løgtingið hevur bíðað eftir álitinum frá vinnunevndini um uppboðssølu og veiðigjøld og frá fíggjarnevndini um fíggjarlógina fyri 2016, hevur tað samtykt eina eykajattan um at keypa bygningin hjá Eik í miðbýnum fyri 26 milliónir krónur Formansskapurin, sum legði uppskotið um eykajáttanina fram, sigur, at arbeitt hevur verið við spurninginum, um farast skal undir at umvæla Gamla apotek, ella útvega annan bygning í staðin. Ætlanin er at selja Gamla apotek fyri sjey milliónir, og at keypa annan bygning, sum er bygningurin hjá Eik í miðbýnum, fyri 26 milliónir krónur Bíðað hevur í allan dag verið eftir, at Vinnunevndin hjá Løgtinginum skuldi koma við áliti sínum um veiðigjøld og uppboðssølu av fiskirættindum. Andstøðan í vinnunevndini sigur seg vilja hava greiðu á, um tað er løgfrøðiliga í lagi at selja fiskirættindi á uppboði áðrenn 2018. Tí hevur hon biðið umsitingina hjá Løgtinginum skriva eitt upprit, sum greinar, um ein uppboðssøla kann enda við endurgjaldi frá reiðarum. Sambært løgfrøðingum, sum umboða Reiðarafelagið, so kann ein uppboðssøla elva til, at landsstýrið verður stevnt eftir endurgjaldi. Óvist er enn hvussu verður við inntøkunum frá ætlaðu uppboðssøluni, sum skuldi tryggja landskassanum eina inntøka á einar 50 milliónir næsta ár. Partarnir á arbeiðsmarknaðinum eru í stýrinum fyri grunnin. Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, hevur svarað Kára P. Højgaard, løgtingsmanni. Hann spurdi millum annað, um almennu Føroyar eiga Samhaldsfasta og hava ræðisrættin, ella partarnir á arbeiðsmarknaðinum, tað eru arbeiðsgevarar og fakfeløg. Kristina Háfoss sigur, at Samhaldsfasti eigur at verða kjølfestur í stjórnarskipan Føroya, so rætturin hjá øllum føroyingum til eina trygga pensjón úr Samhaldsfasta nú og í framtíðini verður tryggjaður enn betur. Í sambandi við arbeiðið at gera pensjónsnýskipan verður Samhaldsfasti eisini endurskoðaður. Flokkarnir í Løgtinginum eru bidnir um at velja fólk í politiska fylgibólkin. Ætlanin er at hava uppskot um nýggja pensjónsskipan liðugt á ólavsøku næsta ár. Pensjónsnýskipanin skal gerast í tøttum samstarvi við allar avvarðandi partar, eitt nú partarnar á arbeiðsmarknaðinum og Landsfelag pensjónista. Tað ætlar landsstýrið, men miðað verður eisini eftir at fáa so breiða politiska semju sum gjørligt um framtíðar pensjónsskipan. Tað lukkaðist ikki hjá undanfarnu samgongu. Í farna mánað fingu 7.886 fólkapensjónistar pengar frá Samhaldsfasta. Nógv tey flestu fáa fult útgjald. Men nøkur fáa minni, tí tey ikki búðu í Føroyum í nóg nógv ár frá tí tey vóru 15 til tey gjørdust 67. Sámal Joensen Mikines er Føroya fyrsta professionella listafólk og fyrsti føroyingur, ið vekur ans við list síni, eisini uttan fyri landoddarnar. Hóast Mikines á ungum árum flutti av oynni, vendi hann altíð aftur hagar. Í mong ár var hann heima hvørt summar. Hann var so bundin at føroyska landslagnum og fólkinum har, at hann hevði ilt við at mála nakað annað. Í sendingini hoyra vit samrøðu, ið Útvarpið hevði við Mikines í 1959. Í aðrari eldri upptøku lesur Mikines minningarorð um Edvard Munch. Sonurin Kári greiðir frá um pápan, og Bárður Jákupsson, myndlistamaður og listasøgumaður, lýsir Mikines. Eyðun Johannessen, sjónleikari og leikstjóri, hevur sett saman eina tíðarmynd við subjektivum hugleiðingum um Føroyar í 60 árunum, tá ið Amnesty Føroya Deild varð stovnað. Eyðun var boðin til Føroyar at bera fram røðu í samband við 50 ára dagin hjá Amnesty International Føroya Deild 19. november í ár. Kringvarpið fekk Eyðun at bera fyrilesturin fram sum tíðarmynd í útvarpinum nú á jólum. Kári við Stein var í jólamánaðinum heima í 90 ára føðingardegi hjá mammuni Nancy Danberg av Miðgerði í Kollafirði. Kári misti pápan Johan við Stein tvey ára gamal. Hann vaks upp í Havn, var nógv hjá ommuni og abbanum í Kollafirði, men hevur búð í Grønlandi síðani 1970. Kári hevur grønlendska konu, fýra børn og átta abbabørn. Hann er útbúgvin elektrikari hjá Einar Mikkelsen í Havn, men hevur fyri tað mesta arbeitt í aðrari vinnu í Grønlandi. Fleiri føroyingar hava havt fastan bústað í Sisimiut. Nú eru teir bara tríggir eftir Kári við Stein, Sigurjón Eldevig úr Fuglafirði og Esmar Tausen úr Hovi. Føroysk skip eru javnan komin til Sisimiut, og tað hevur hent seg, at Kári hevur hildið føroysk jól saman við skipsmanningum. Hann hevur arbeitt í ymsari vinnu sum byggivinnu, vaktartænastu, koyring og so framvegis. Nú hevur sonurin keypt gamla Grindafoss úr Skálavík, og tann pensjoneraði Kári hevur línurnar um hendur. Nakrar broytingar er nevndin samd um, og síðani hevur meirilutin samgongan síni uppskot og minnilutin andstøðan síni. Nógvar broytingar eru slíkar, sum landsstýrið bað nevndina gera eftir at sjálvt fíggjarlógaruppskotið kom í løgtingið. Føroya Symfoniorkestur hevði fyri trimum vikum síðani árligu jóla og familjukonsertina í Norðurlandahúsinum í Havn. Føroya Symfoniorkestur og barnakór framførdu kendu Jólaouverturuna hjá Leroy Anderson, kendan filmstónleik, solist og felagssang. Mynd symfoniorkestur.com Marianna Nagata, Rani Petersen og Elias Højgaard spældu fyrr í ár eina føroyska sirpu inn, sum fekk sera nógvar jaligar afturmeldingar. Tey framføra í hesum innslagi sirpuna live. Harafturat spæla tey eitt skemtiligt jólalag, har Rasmus Vigant Samuelsen spælir klaver afturat teimum. Eg minnist væl, hvussu stuttligt tað er at vera ein smágenta um jóltíðir. Eg minnist, hvussu eg og vinfólkini hjá mær suttleikaðu okkum í kavanum, kliptu jólaprýði í skúlanum og hugdu at Home Alone á videobandi. Hetta var eisini tíðin, tá eg og foreldur míni búðu heima hjá ommu og øll vita, at ommur á jólum eru lik við køkur, kakao og harumframt vóru jólakalendararnir munani betur útstýrdir, tá ein omma var í húsinum. Tað vóru bestu vikurnar á árinum. Tær kendust sum h vdu tær ongan enda á sær. Og tað vóru jólini, tá eg var lítil soleiðis, upp til tíggju ellivu ára aldurin. Tess eldri eg gj rdist, tess meir broyttist hátíðin. Eg haldi, at tað byrjaði, tá mamma mín segði mær loynidóm teirra vaksnu viðvíkjandi jólamanninum. Tit vita, hvat eg meini við. Hetta var ein rimmarbroyting í lívinum hjá mær. Jólini vóru ikki tað sama fyri meg, sum tey áður h vdu verið. Eg stríddist fyri ikki at missa mótið, og noyddi meg sjálva at fylla dagligdagsskemaðið við jólaligum stuttleikum. Eg endaði so við at ganga langa túrar í køldu vetrarluftini, og við at hyggja alt ov ofta at filminum um The Grinch, og um hvussu Ciny Lou Who tók upp á seg at finna meiningina við jólunum. Eg haldi, at eini tvey ár gingu við hesum. Stutt eftir hetta kom eg upp í tannárini, og tá var øll vón farin langt aftur um bak. Eg hevði ikki longur hug at klippa jólapynt, tí tað var keðiligt og meiningsleyst. eg hevði sæð allar teir gomlu jólafilmarnar alt ov ofta, og um so kavin enn var til og globala upphitingin ikki hevði forðað tí, hevði eg enn ikki tímað at bygt kavamenn og konur. Eg leyp simpulthen jólahugnan um í nøkur ár, og býtti hann um við filmstjørnur, bókmentir og rokktónleik, sum rakk til alt árið. Eg veit ikki reiðiliga hvat gomul eg var, ella hvussu leingi eg sat føst í hesum anti jóla svinginum. Eg ímyndi mær ikki, at tað var so leingi og drúgt, sum eg minnist tað. Tað helt í øllum førum ikki í ævir, og sum so nógvar aðrar tannáringa fasur kom eg skjótt og røsk víðari, og fann nýggjar jólasiðir at hugna mær við. Til dømis hava tónleikurin, træið og maturin nú nógv meir at siga enn gávurnar og sjokulátukalendarin. Eg eri ikki heilt vís í hvar eg fari við hesum, men eg haldi, at tað, eg royni at siga er, at Cindy Loo Who allatíð hevði rætt í, at jólini ikki snúgva seg um gávur, kava ella sangir, um man bert hugnar saman við teimum, man er best við. Og tað tykist egentliga eisini sum ein sømiliga moralsk jólalektia. Tonsatalið er bara tvey prosent størri enn í fjør. Men fiskaprísirnir hava verið 18 prosent betri enn í fjør. Fiskur fyri 760 milliónir krónur fór um avreiðingarskipanina fram til 1.desember, tað eru 116,4 milliónir meira enn í fjør. Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur fingið loyvi frá Fíggjarnevndina at gera hetta, hóast verkætlanin ikki er nevnd í fíggjarlógini fyri 2015. Tað fer at kosta tvær milliónir krónur at gera tær fimm íbúðirnar. Pengarnir eru til í játtanini til bústovnar, sigur Almannamálaráðið. Landsstýriskvinnan bað um ráðførslu við Fíggjarnevndina um, at íløgujáttanin í 2015 til bústovnar eisini kann umfata nýggja verkætlan um búpláss til fólk við tungum rørslutarni og fjølbreki, samstundis sum byggingin í Runavík verður gjørd liðug. Yvirfriðingarnevndin er í dag komin við endaliga svarinum upp á umbønina hjá høvuðsstaðarkommununi um at sleppa at útbyggja Tórshavnar Havn. Ein umbøn, sum Tórshavnar Havn sendi 20. oktober í ár í broyttari útgávu. Nevndin sigur, at Havnar Skansi er ein týdningarmikil útsýnisstaður í Føroyum, og metast má, at havnarútbyggingin fer at gera hetta fyri almenningin so virðismikla útsýnið frá Skansanum verri. Tí er semja í Yvirfriðingarnevndini um, at tað skal tryggjast at havnaútbyggingin tekur atlit til at útsýnið verður darvað minst møguligt og at útsýnið frá Skansanum og fría útsýnið út á havið í størst møguligan mun verður varðveitt. Yvirfriðingarnevndin metir, at grótkastið fyllir ov nógv, og sigur at staðsetingin av grótkastinum má broytast soleiðis at útsýnið ikki verður órógvað. Tí setir nevndin ta treyt, at grótkastið verður flutt nakað suðureftir. Eisini er tað ein treyt, at byggisamtyktin fyri havnarøkið verður broytt so hon samsvarar við tað, sum kommunan hevur boðað frá í einum telduposti 19. november í ár. Nevndin sigur so eisini, at um Tórshavnar Havn fyri at fáa meira pláss afturfyri tað minkaða økið í norðara endanum, ætlar at víðka økið eystureftir og í ein landsynning, so er tað í lagi. Hesi uppskotini eru mett at geva 111 milliónirkrónur Men tey kunnu snikkast til, so tey geva millum 170 og 180 milliónir krónur, sum nýggja uppskotið hjá samgonguni sigur. Tey bæði uppskotini, sum samgongan hevur til at taka fyri at fáa fíggjarlógina at javnviga við lítlum avlopi fyri nýggjár, eru tey, sum komu í løgtingið 30.september saman við fíggarlógini. Tølini í hesum uppskotum eru tey, sum undanfarna samgonga ætlaði at krevja av makreli og sild og í tilfeingisskatti í 2016. Nýggja samgongan noyddist at leggja uppskotini fram saman við fíggjarlógaruppskotinum fyri 1.oktober, hóast hon hevði heilt aðrar ætlani, sum framvegis eru í Vinnunevndini. Kemur uppskotið um uppboðssøluna og veiðigjøld ikki úr Vinnunevndini fyri nýggjár, kann Fíggjarnevndin skriva álit um hini bæði uppskotini og leggja tey fram, so kabalin hjá samgonguni kortini gongur upp. Símun Hansen skipar Rudisar vísu í Tøkum lætt. Klaksvííkar Dansifelag fer upp á gólv við Josveins vísu. Jógvan Pætur Gilstein skipaði. Álvur kongur er heitið á kvæði, sum Eyðun Mohr Viderø skipar í Leikum Fagurt. Vága Dansifelag kvøður Bjarnabana, sum Hervør Jørgensen skipar. Wenzel Kamban fer at skipa Trøllini í Hornalondum, vit hoyra Dansifelagið í Havn. Í Suðuroyar Norðara Dansifelag skipaði Ásla Jespersen Huldugentuna. Í sendingini hoyra vit nøkur løg av plátuni The Christmas Album við vokal jazzbólkinum The Manhattan Transfer, sum kom út á Columbia Records í 1992. Vit hoyra eisini tvey løg við George Benson av Tenderly plátuni frá 1989. Lagt til rættis Arnold Ludvig. Til 21. desember var fiskur fyri eitt virði uppá 9,53 milliardir krónur landaður í Norðurnoreg. Í fjør var eisini metár, tá fiskur fyri 7,9 milliardir krónur varð avreiddur. So talan er um at metið frá í fjør verður sligið við meir enn hálvariaðrari milliard krónur, skrivar norska blaðið, Dagens Næringsliv. Longu seinast í november varð greitt, at 2015 gjørdist besta árið nakrantíð til fiskiskap, tí tá varð útflutt fyri 67,3 milliardir krónur av fiskavørum. Eisini í øðrum pørtum av Noreg verður sagt frá munandi framgongd í fiskivinnuni. Orsøkn til góða árið eru stórar kvotur, fleiri marknaðir og at norska krónan er lág. Síðani í 2013 hevur norska toskakvotan í Barentshavinum verið so stór sum ongantíð fyrr. Samstundis hava prísirnir verið góðir, og tá norska krónan samstundis er lág, gongur væl at selja fiskavørurnar. Gongdin hevur við sær, at norsku fiskimenninir í ár tjena so nógv sum sjálvdan fyrr, og gongdin tykist at halda fram, skrivar blaðið, Dagens Næringsliv. Í dag, Tollaksmessudag verður oljan kring heimin seld fyri beint undir 37 dollarar fyri tunnuna, og nú boðar oljufelagskapurin, OPEC, frá, at oljuprísurin aftur fer at hækka, men ikki so ógvusliga sum fyrr. Metingin hjá OPEC er, at oljuprísurin fer at hækka í miðal fimm dollarar um árið, so prísurin í 2020 verður góðar 61 dollarar fyri tunnuna í 2020. Miðaloljuprísurin fyri 2015 er 55 dollarar fyri tunnuna. Eftir metingunum hjá OPEC skuldi tað givið ein prís uppá 80 dollarar fyri tunnuna í 2020. Men veruleikin er ein annar, tí á oljubørsinum í New York, verður olja, sum skal latast í desember í 2020, seld fyri 53 dollarar fyri tunnuna. Tað er stórur munur á, hvussu OPEC metir útlitini, í mun til onnur sum selja olju. Metingin hjá OPEC er, at í 2040 verður grøn orka bert 4,3 prosent av samlaðu orkunýtsluni, meðan olja fer at standa fyri 53 prosentum. Tí verður neyðugt við íløgum fyri 68.000 milliardir krónur til 2040, um eftirspurningurin eftir olju skal vera nøktaður, stendur í frágreiðingini frá OPEC. Hóast kalendarin ikki vísir jólaaftan enn, hevur Suðuroyar Sjúkrahús fingið eina jólagávu frá Sumbiar kommunu, skrivar Suðurrás. Kommunan í Sumba hevur latið sjúkrahúsinum 100.000 krónur. Peningurin skal brúkast til sjálvvirkandi hjartamassasjutól á sjúkrahúsinum og í sjúkrabilum. Tólið fer at lætta munandi um hjá starvsfólkum, ið arbeiða við at bjarga mannalív. Hetta er fyrstu ferð, at Suðuroyar Sjúkrahús fær gávu frá einari kommunu. Fíggjarnevndin mælir til, at Løgtingið veitir eykajáttan til Skálafjarðasamstarvið. Tað skrivar Fíggjarnevndin í álitinum til fíggjarlógaruppskotið. Í oktober 2013 vóru 19 búpláss á Eysturoyar røktar og ellisheimi upptikin av borgarumaðrastaðni frá enn úr kommununum í Skálafjarðarsamstarvinum. Fíggjarnevndin hevur fingið upplýst, at orsøkin til at búplássini ikki vóru tikin við í upprunaligu uppgerðina frá sept. okt. 2013 var, at tá tann uppgerðin varð latin Fíggjarnevndini, var endalig avtala ikki undirskrivað um, at kommunurnar í Skálafjarðarsamstarvinum skuldu eiga Eysturoyar Ellis og Røktarheim einsamallar. Mett var, at tá aðrar kommunur framvegis áttu lut í og høvdu rætt til búpláss á heiminum, bar ikki til at siga, at talan var um búpláss, ið vóru nýtt til búfólk uttanfyri samstarvsøkið. Beint eftir at uppgerðin varð latin fíggjarnevndini, broyttust hesi viðurskifti tó soleiðis, at Skálafjarðarsamstarvið gjørdist einsamallur eigari av heiminum. Fyri at tryggja, at Skálafjarðasamstarvið verður javnsett við hini samstarvsøkini, metir fíggjarnevndin, at Skálafjarðasamstarvið skal hava slakar 3.4 milliónir krónir í játtan. Fyri rakstur av Landsbankanum í 8 mánaðir í 2016 verða fluttar 2,6 milliónir krónur frá Gjaldstovuni og 1,2 milliónir krónur frá Hagstovuni, umframt at Landsbankin verður raðfestur við 1,5 milliónir krónur í sambandi við endurstovnanina. Løgtingið fer at hava aðru viðgerð av uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2016. Fíggjarlógin kemur í gildi 1.januar, og tí má málið avgreiðast frá tinginum, áðrenn nýggjár. Mánadagin verður onnur viðgerð, men onki stendur á heimasíðuni hjá løgtinginum um, nær ætlanin er at hava triðu viðgerð. Millum tey deyðu var ein sjey ára gamal drongur, ið saman við familjuni koyrdi í bili, tá ein melduródn tók bilin, ið familjan koyrdi í. Higartil eru 20 melduródnir skrásettar í landsynningspartinum í USA. Heldur ódnarveðrið í økinum fram, verður tað eisini tað hægsta talið av melduródnum, ið hava gjørt um seg í økinum í desember mánað, siga myndugleikarnir í Memphis. Nógv heim hava fingið skaða ella eru oyðiløgd av ringa veðrinum. Hildið verður, at umleið 70 milliónir fólk vóru stødd í økjum, sum vórðu rakt av ódnum tollaksmessudag, sambært sjónvarpsstøðini, ABC. Minni flogfør vóru blást um koll á flogvallum, og fleiri motorvegir vórðu eisini stongdir í ringa veðrinum. Samstundis varð hitamet eisini sett í New York. Í Central Park vórðu í gjár 22 hitastig mátað. Tað er eisini higartil heitasti dagurin, síðani almennu myndugleikarnir byrjaðu at skráseta upplýsingar um veðrið í 1871, skrivar tíðindastovan, AFP. Ein samd fíggjarnevnd mælir í fíggjarlógarálitinum til at hækka játtanina til studning til politiskt virksemi og upplýsing úr 4,2 milliónum til 4,8 milliónir krónur. Pengarnir, ið verða býttir millum flokkar eftir atkvøðutali seinasta løgtingsval, skulu nýtast til at styrkja politiska arbeiðið og politiska upplýsing. Studningurin, ið verður útgoldin mánaðarliga, kann millum annað verða nýttur til at reka poltiskar flokkar, skeið og fundarvirksemi og blaðútgávu við. Verður tilmælið hjá samdu fíggjarnevndini samtykt, hevur Løgtingið tvífaldað studningin til sín sjálvs síðani 2013, tá játtanin var slakar 2,4 milliónir krónur. Umsitingin hjá Løgtinginum kann eisini gleða seg um, at Fíggjarnevndin hevur verið inn yvir upprunaliga fíggjarlógaruppskotinum og mælir til broytingar. Ein samd fíggjarnevnd mælir til at hækka rakstrarjáttanina til løgtingsarbeiði við sløkum 4,5 milliónum krónum. Hetta er gjørt í samráð við løgtingsformannin, stendur í álitinum. Aðalráðini eiga spara eina hálva millión hvør undantikið nýggja Samferðslumálaráðið. Tað heldur minnilutin í Fíggjarnevndini í sínum áliti til fíggjarlóg. Tí heldur minnilutin, at aðalráðini kunnu spara 500.000 krónur hvørt. Tó er nýggja Samferðslumálaráðið undantikið, skrivar minnilutin. Í minnilutaálitinum verður ikki grundgivið nærri, hví ella hvar hvørt aðalráð kunnu spara hálvu milliónina ella hví minnilutin ikki mælti til somu sparingar, tá næstan somu umboð í minnilutanum í fíggjarnevndini sótu í meiriluta í undanfarna valskeiði. Óttin fyri yvirgangi fær í ár ferðafólk at setast aftur. Higartil er flogferðslan til París á jólum minkað við einum triðingi sammett við onnur ár. Eisini teir smáu bátarnir, ið sigla við ferðafólkum í Seine ánni í París, merkja óttan fyri yvirgangi. Bátarnir hava siglt útivið 30 prosent færri fólk hesi jólini. Samstundis sum ferðavinnan í franska høvuðsstaðnum er merkt av afturgongdini hesi jólini, boða myndugleikarnir í Belgia frá nýggjum handtøkum. Belgisku myndugleikarnir hava handtikið ein 30 ára gamlan mann, ið er skuldsettur fyri at hava viðvirkað til yvirgangsálopini í París 13. november. 130 fólk lótu lív í yvirgangsálopunum í franska høvuðstaðnum, París, fyri seks vikum síðani. Harumframt vórðu hundraðtals onnur eisini særd. Smyril, sum skuldi verða á Havnini klokkan hálvgum ellivu fyrrapartin, varð hálvanannan tíma seinkaður í dag Orsøkin er, at skipið fekk maskinbrek, tá tað tað var komið úr Trongisvágsfirði. Skiparin á Smyrli, Niels Harald Mikkelsen, greiddi soleiðis frá klokkan ellivu í dag. Sunnari lívsstílur, betri læknar og skjótari viðgerðir. Tað eru nakrar av orsøkunum til at alsamt færri danir doyggja av hjartasjúkum enn fyrr. Í 2014 doyðu 127 danir av hjartasjúkum, ella sjúkum tengdar at hjartasjúkum. Fyri 20 árum síðani var talið tvífalt so stórt, skrivar DR. Tað eru serliga skjótari og betri viðgerðir, ið viðvirka til, at talið av danum, sum nú doyggja av hjartasjúkum, er minkað nógv seinnu árini, sigur ein serfrøðingur. Fólk við blóðproppum kunnu bjargast, tí tey fáa skjóta hjálp og verða flogin ella koyrd til sjúkrahús, sigur Thomas Engstrøm, yvirlækni á Ríkissjúkrahúsinum. Harumframt er heilivágurin eisini blivin betri, og fólk ringja skjótari eftir hjálp, tá tekin eru um at fólk hava fingið blóðtøpp, sigur yvirlæknin. Frammanfyri tíggjutúsund tals fólkum heitti pávin á heimin um at stýra burtur frá grunnu virðunum, og heldur njóta tey einføldu og veruligu virðini. Í einum samfelag, ið er rúsað av tí materiella, tráan eftir njóting, ríkidømi, oyðsli, útsjónd og sjálvkærleika, mælir Jesus okkum til at gera tað, ið er umráðandi í lívinum, segði pávin sambært tíðindastovuni, DPA. Trygdin á jólaguðstænastuni varð í ár herd í mun til undanfarin ár. Øll fólk, ið skuldu inn í Pæturskirkjuna í Rom, vórðu kannað áðrenn, skriva útlendskir miðlar. Tað er líkt til, at flaggstongin brotnaði orsakað av nógva vindinum á staðnum, sigur Finn Belle, innsatsleiðari í økinum, sambært NRK . Hendingin fór fram klokkan 13 30 jólaaftan. Kvinnan, í 40 árunum, fekk ógvusligar løstir, og lívið hjá henni stóð ikki til at bjarga. Í Vest agder, har suðuri í Noregi, doyði ein ungur maður, tá nógvur vindur blásti hann um koll og hann fór í havið. Leitingin eftir manninum er steðgað, og endað uttan úrslit, sigur løgreglan. Ógvusligi vindurin hevur gjørt tað vandamikið at ferðast tætt við havið í økinum við Agder, har aldurnar hava verið fýra fimm metur høgar. Hetta er aðru ferð eftir bert fáum døgum, at ringt veður krevur mannalív í Noregi. Fyri minni enn einu viku síðani lat ein maður lív, tá ein skalvur leyp oman yvir Longyearbyen í Svalbard. Tað skal framhaldandi verða útvent virksemi í gamla Eik bygninginum, um Løgtinið keypir hann. Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri. Hann heldur, at tað er av stórum týdningi at hava tamarhald á, hvat slag av virksemi er í bygningunum í býnum í Havn. Tað tykist heldur løgið, at meirlutin í Vinnunevndini, sum er andstøðan, steðgar málinum, ístaðin fyri at lata tað fara í tingið til viðgerðar. Tað heldur Georg L. Petersen, blaðstjóri á Dimmalætting. Hann heldur, at tað er upp til meirlutan í tinginum, at gera av, hvørt landskassin er í vanda fyri at fáa endurgjaldskrav, og tað er teirra ábyrgd. Landsstýrið er farið at samráðast við Tórshavnar kommunu, hvussu inn og útkoyringarviðurskiftini skulu verða í sambandi við Eysturoyartunnilin. Fyribils verður mælt til at seta fýra milliónir krónur av til endamálið, men tá samráðingarnar um vegaloysnina eru lidnar, verður endalig upphædd sett á. Landsstýrismaðurin í samferðslumálum ætlar at raðfesta nýggjan Hvalbiartunnil, og meirilutin í fíggjarnevndini mælir til at játta fimm milliónir krónur til fyrireikingarnar. Tað er millum annað at gera verkætlan, fáa lendi til vega og at gera seinastu jarðfrøðiligu kanningarnar. Fólk verða millum annað spurd, um tey ætla at búgva í Føroyum eitt ár eftir loknan lestur. Í 2011 svaraðu 10 prosent ja, í fjør svaraðu 15 prosent játtandi. Í sama tíðarskeiði er talið av teimum, sum siga seg ikki vita, um tey ætla at búgva í Føroyum, lækkað úr 30 prosentum niður í 20 prosent. Tað eru serliga kvinnurnar, sum hava broytt áskoðan. Í 2011 søgdu 12 prosent av kvinnunum, at tær ætlaðu at flyta heimaftur eftir trimum árum. Nú er hetta talið vaksið upp í 25 prosent. Tølini eru grundað á eftirmetingarskjøl, sum verða savnað inn á hvørjum ári millum tey 300 400, sum vitja á Jobmatch. Umleið helvtin er við í kanningini. At ein uppreistrarleiðari í Sýria læt lív í einum loftálopi í Damaskus í gjár, kann verða ein meinbogi fyri friðarsamráðingarnar í Sýria, siga serfrøðingar. Zahran Alloush var leiðari í uppreistrarbólkinum Jaysh al Islam, og hann doyði í einum russiskum loftálopi á høvuðsskrivstovuna hjá uppreistrarbólkinum í útriðuni av Damaskus. Svenski miðeysturserfrøðingurin, Aron Lund, sigur, at hetta kemur sera dát við hjá andstøðuni í Sýria, og hann stúrir fyri, at tað fer at ávirka friðartilgongdina, tí uppreistrarbólkurin, sum Alloush var leiðari fyri, kann vikna. Til tess at steðga útreiðsluvøkstrinum, skjýtur andstøðan í fíggjarnevndini upp, at øll aðalráðini, uttan nýskipaða Samferðslumálaráðið, spara fimm milliónir krónur í part. Býráðið hevur ongantíð samtykt, at býráðssalur skuldi verða í saltsiluni, men vit mugu hava visiónir og ætlanir, sigur borgarstjórin. Mánadagin varð kunngjørt, at Kolbrún í Haraldsstovu, sum lesur lívfrøði á náttúruvísindadeildini, varð vald inn í setursstýrið. Hon fekk bert 15 atkvøður. Hini, ið stillaðu upp, vóru Ingun H. S derqvist við 10 atkvøðum, sum varð vald sum varaumboð, Bergur A. Dalsgarð við 9 atkvøðum og Tór Marni Weihe við 4 atkvøðum. Í ár var fyrstu ferð, at tey skipaðu eitt sokalla elektroniskt val, har veljarin skuldi út á alnótina at atkvøða. Hetta var gjørt við tí fyri eygað at hækka vallutøkuna. Hildið var, hetta gjørdi tað lættari hjá teimum lesandi at atkvøða. Men soleiðis varð ikki. Lítla vallutøkan hevur fleiri orsøkir við sær. Fyri at bøta um hetta, má tað í øllum førum koma ein hugburðsbroyting. Tey lesandi kenna ikki í nóg stóran mun týdning av stýrisvalinum og eru sum heild ov lítið kunnaðu um tað, sigur Turið Christophersen, forkvinna í Ráð Teirra Lesandi. Nú skulu pengar brúkast til at orða ein nýggjan landbúnaðarpolitikk. Meirilutin í Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum tað eru umboðini hjá samgonguni mæla tinginum til at seta 430.000 krónur av til økið Almennar royndir og ráðgeving . Landbúnaðarpolitikkurin skal millum annað fevna um at gera eina lendisætlan og at leggja eina ætlan fyri, hvussu Føroyar kunnu gerast meira sjálvbjargnar við landbúnaðarvørum, til dømis grønmeti, seyðakjøti og neytakjøti. Eisini skal ein ætlan gerast fyri, hvussu vit kunnu fáa meira burturúr tí tilfeingi, sum í dag fer burtur, sigur meirilutin í Fíggjarnevndini. Frá 2002 til 2011 var blokkurin ikki prístalsviðgjørdur og hækkaði ikki, men var 615,5 milliónir krónur árliga. Undanfarna samgonga fekk donsku stjórnina at prístalsviðgera blokkin, og tað hevði við sær, at upphæddin hækkaði, so hon í dag er knappar 642 milliónir krónir. Men nú skal blokkurin frystast fastur aftur, ætlar samgongan. Samgongan fer at heita á donsku stjórnina um at broyta galdandi lóg um blokki, so prísjavnigin í 2016 verður slept, og at blokkurin verður frystur fastur á 2015 stigið, tað vil siga, at hann verður 641 milliónir og áttahundraðtúsund krónur. Fyri jól varð bíðað eftir áliti úr Fíggjarnevndini til fíggjarlógaruppskotið. Fíggjarnevndin bíðaði eftir áltitinum hjá Vinnunevndini um uppboðssøluna og veiðigjøld, sum er mett at geva millum 170 og 180 milliónir í landskassan næsta ár. Úr Vinnunevndini kom tó einki álit fyri jól, og tí varð álitið hjá Fíggjarnevndini lagt fram beint áðrenn tingið fór til hús tollaksmessuaftan. Fyrrverandi bretski uttanríkisráðharrin, David Miliband, heitir nú alment á bretsku og amerikonsku myndugleikarnar um ikki at fella fyri freistingini at lata dyrnar aftur fyri flóttafólki úr Sýria. Fleiri enn ein millión fólk eru komin úr Miðeystri til Europa í ár, og nógv óttast, at økti fólkastreymurin kann elva til fleiri yvirgangsatsóknir á okkara leiðum, tí víðgongd fólk eru millum flóttarnar. Hann sigur, at tey, sum skipaði fyri álopunum á París, tá 130 ósek fólk lótu lív, og tey, sum drupu 14 fólk í amerikanska býnum San Bernardino, ikki vóru flóttafólk, men fólk, sum í flestu førum vóru fødd og uppvaksin í ávíkavist Fraklandi og USA. David Miliband sigur, at hóast nógv óttast álvarsligu støðuna, so eiga myndugleikarnir ikki at lata seg stýra av ótta. Teir eiga heldur at fara til verka og undir skipaðum umstøðum taka ímóti teimum, sum søkja um skjól bæði í Europa og USA. Sannleikin er, at friðskjól fyri flóttafólk og amerikanskur tryggleiki altíð hava gingið hond í hond søguliga sæð er hetta ein sólskinssøga, sigur David Miliband. Í sama viðfangi vísir hann á, at Sergey Brin, ið stovnaði Google, flýddi úr Sovietsamveldinum við foreldrum sínum undir kalda krígnum. Eisini fyrrverandi amerikanska uttanríkisráðharrin Madeleine Alright kom til USA sum flóttafólk undan harðrenda stýrinum í Kekkoslovakia í 1948. David Miliband var bretskur uttanríkisráðharri frá 2007 2010. Hann starvast í dag hjá einum altjóða hjálparfelagsskapi, sum Albert Einstein í síni tíð stovnaði til tess at hjálpa fólk í neyð. Pápi David Miliband slapp sjálvur við seinsta flóttafólkabátinum um Ermasund úr Belgia til Bretlands, beint áðrenn nasistarnir herðsettu Belgia í mai 1940. Sambært landsstýrismanninum skal yvirtøkan av loftrúminum fremjast í tveimum stigum. Tann fyrsta stigið er umsitingin av beinleiðis flogferðslu á Føroyar. Tað er henda partin, sum landsstýrið nú fer at leggja lunnar undir. Flogfør rinda eitt ávíst gjald fyri at koma í og fara úr ymiskum loftrúmum og eisini fáa myndigleikarnir pengar fyri tilbúgving, og á tann hátt fíggjar yvirtøkan seg sjálv. Hergeir Staksberg er høvuðspersónurin í bólkinum, og í hesum lagnum hevur hann fleiri góðar tónleikarar aftrat sær so sum Rólant av Reyni, Rebekku Petersen, Líggjas Olsen, Jenný Kragesteen og Eyðun M ller Thomsen. 1. juni í ár setti hann kós úr San Fransisco í USA, og hann hevur síðani róð út í eitt til Cairns í landnyrðingsaustralia, har hann legði at landi í dag. John Beeden er helst tann fyrsti at rógva einsamallur um Kyrrahav uttan at leggja at nakra staðni á leiðini, og teir 209 dagarnar hann róði, legði hann knappar 11.300 kilometrar afturum seg. Her síggjast myndir av bátinum hjá John Beeden, og BBC News gjørdi eisini eina samrøðu við mannin, tá hann legði at landi í Australia í morgun. Orsøkin er lágur oljuprísur og ov stór skuld. Størsta felagið sum fór av knóranum var felagið, Samson Resources, sum í september mátti lata aftur, tí skuldin var 4,3 milliardir krónur. Felagið hevði ov stóra skuldu, samstundis sum oljuprísurin er lækkaður alt 2015. Tey 41 amerikansku oljufeløgini høvdu eina skuld sum var tilsamans 16 milliardir dollarar. So nógv feløg eru ikki farin á húsagang síðani fíggjarkreppuina í 2008, skrivar Børsen. Amerikanski tjóðbankin heldur at gongdin hjá amerikansku oljufeløgunum fer at halda fram í 2016. Útlit eru til at oljuprísurin fer at halda fram við at lækka, samstundis sum Iran fer at selja meir olju, og londini í OPEC ikki kunnu semjast um at minka søluna av olju. Flestu fólkini, sum Kripos hevur fingið boð um, koma úr Sýria, og ætlanin er at kanna viðurskiftini. Kripos er í ferð við at kanna umstøðurnar, og hevur higartil funnið fram til 15 til 20 fólk, sum kunnu hava framt kríksbrotsverk Tað sigur leiðarin í Kripos fyri altjóða brotsverk, Sigurd Andreas Moe, við norska kringvarpið. Tá nýggjárið er farið aftur um bak, fer Kripos at avhoyra fólkini sum illgruni er til, sigur hann. Kripos skal hava fingið boð um, at tey um 100 fólkini sum eru komin til Noregs sum flóttafólk, hava verið limir í Islamskum Stati, og kunnu hava verið partur av deildunum hjá Assad, foseta og har hava framt kríksbrotsverk. Í 2016 falla halgidagarnir soleiðis, at tað verða fýra færri frídagar, enn tað vóru í fjør og í ár, 2015. Tað skrivar danska blaðið, Samvirke. Fleiri haligdagar falla á sama dag, sum teir plaga. Fyrsti frídagur verður skírisdagur, 24. mars. Aðrir halgidagar hava altíð somu dagfesting Í 2016 er tað so óheppið, at flestu teirra falla á vikuskifti, og tá hava flest okkara frí. Summi fáa frí 1. mai og grundlógardag, 5. juni, men í 2016 falla báðir dagar á sunnudag. Jólini næsta ár geva okkum bara ein frídag, annan jóladag, sum er mánadagur. Her vóru vit heppnari í 2014, tá jólini góvu okkum fimm samanhangandi frídagar, tá var jólaaftan mikudag. So leggur tú hesar sjey dagarnar saman við teimum 53 leygar og sunnudøgunum, og so dagarnar, sum tú hevur rætt til summarferiu, verða hóast alt meira enn 100 av teimum 366 døgunum í 2016 frídagar. Hetta er ein møguleiki hjá luttakandi at njóta vælveruna úti í náttúruni eftir nakrar dagar um jólaborðið. Lagt verður fyri við yoga og síðani verður lopið á bláman. Eftir hetta er møguleiki at fara í heitan pott og fáa hita í kroppin aftur. Vetrardypp í Sandágerði verður í dag, mánadagin 28. desember, frá klokkan 13 til 16. Tað er ókeypis at vera við, men tó kostar tað 50 krónur at fara í hitapott. Morgunsendingin skiftir orð við Theresu Turidardóttir Kreutzmann, leðara á VisitTórshavn, og Mariannu Vang Simonsen, frá Javnvág, ið hevur yoga partin um hendur. Ov lítið avfall er viðvirkandi til, at teir báðir størstu býirnir í Italia nú eru omanfyri loyvda hámarkið fyri luftdálking, og bilkoyring nú verður bannað. Kommisserurin í Rom, Francesco Paplo Tronca, hevur tí bannað privatfólki at koyra bil í dag og í morgin millum klokkan 10 og 16 í høvuðsstaðnum, skrivar italska tíðindastovan, Ansa. Milano fer eisini væntandi at seta í verk forboð frá í dag og til og við mikudagin. Og hesar dagarnar verður hinvegin bíligari at koyra við almennu samferðsluna, sigur kommisserurin. Tað merkir, at ferðaseðlarnir eru galdandi allan dagin, heldur enn sum vanligt bara í hálvanannan tíma. Forboðið er tó ikki galdandi fyri hybridbilar ella bilar, sum halda Evro 6 krøvini og knallertir, sum halda Euro 2 krøvini, skrivar Ansa. Rom hevur stríðst við at lækka luftdálkingina við fleiri tiltøkum. Eitt nú hava bilar, sum hava nummarplátu sum endar við ólíka endatali, ikki loyvi at koyra í eina viku, og næstu vikuna var forboðið galdandi fyri bilar sum enda við líka endatali. Umframt koyriforboðið, hevur Roma eisini sett avmarkingar fyri upphiting av húsum og skrivstovum, sum ikki skulu fara uppum 18 hitastig. Fyrrverandi leiðarin fyri eldraøkið í Tórshavnar Kommunu fór úr starvi við fráfaringaravtalu, ið gevur henni løn til og við juni mánað næsta ár 18. november boðaði Tórshavnar Kommuna frá, at Meta av Fløtum var farin úr starvi. Einki varð tó sagt um orsøkina til, at leiðarin fór frá, bara eitt ár eftir at hon varð sett. Eingin frágreiðing bara ein fráfaringaravtala, ið fríttstillar leiðaran fyri størsta eldraøki í Føroyum úr sínum starvi, samstundis sum hon fær løn til og við juni mánað næsta ár. Kringvarpið bað um innlit í málið, eftir at Tórshavnar Kommuna 18. november boðaði frá, at Meta av Fløtum eftir avtalu var farin úr starvi. Meta av Fløtum hevði tá verið evsti leiðari í Heilsu og umsorganartænastuni í Tórshavnar Kommunu í eitt gott ár, síðani 1. oktober 2014. Talan er um eitt rættuliga stórt økið, sum er flutt frá landinum til átta samstarvsøki at umsita. Sambært Tórshavnar Kommunu er samlaða játtanin til økið, bara í Tórshavnar Kommunu, umleið 156 milliónir krónur, og har starvast okkurt um 600 fólk. 10. desember undirskrivaðu Meta av Fløtum og Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri í Tórshavnar Kommunu, fráfaringaravtaluna, ið varð gjørd í samráð við fakfelagið hjá leiðaranum, Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Í fráfaringaravaluni stendur einki um nakra orsøk til, at samstarvið heldur uppat. Hvørki Meta av Fløtum ella Jóan Petur Hentze vilja gera viðmerkingar til málið. Kringvarpið bað eisini um innlit í møguligar frágreiðingar, sum liggja til grund fyri fráfaringaravtaluni. Men svarið er stutt ongar slíkar fyriliggja, sambært trivnaðarstjóranum. Tað finst also einki skjalatilfar, sum lýsir orsøkina til at Tórshavnar Kommuna ger eina fráfaringaravtalu við evsta leiðaran fyri eldraøkið í kommununi, ið fór úr starvi hálvan november við løn fram til 1. juli næsta ár. Okkurt bendir tó á, at fíggjarligu trupulleikarnir á eldraøkinum hava spælt ein leiklut. Herfyri kom fram, at okkurt um 12 milliónir krónur fara at mangla í á eldraøkinum hjá Tórshavnar Kommunu í ár. Í tí sambandi segði Jóan Petur Hentze við Kringvarpið, at ein partur av hesum umleið 4 milliónir krónur stava frá, at kommunan hevur fingið færri pengar frá landinum enn uprunaliga lovað. Hinar átta milliónirnar stava frá, at raksturin er dýrari enn játtanin. Spurdur um fíggjarliga hallið á eldraøkinum er orsøkin til, at Meta av Fløtum gevst í starvinum, sigur Jóan Petur Hentze, at tað er ikki bara hetta. Men meira vil hann ikki siga í málinum. Fyri einum mánað síðani varð Súsanna Danielsen sett sum fyribilsleiðari í Heilsu og umsorganartænastuni. Sambært kommununi skal hon vera fyribilsleiðari í fýra mánaðir, til nýggjur leiðari er settur. Eftirlitið merkir at øll, sum ferðast við toki um Oyrasund, skulu út úr tokinum fyri at vísa pass ella annað samleikaprógv, og síðani fara tey umborð aftur á sama tokið. DSB vísir ikki aftur, at møguliga verður ómaksgjald legt omaná ferðaseðlaprísin, fyri útreiðslurnar, sum marknaeftirlitið, sum svenska stjórnin hevur sett í verk, kostar. Umframt kostnaðin av marknaeftirlitinum, fer tað eisini at merkja longri ferðatíðir. Beinleiðis farleiðin millum Keypmannahavn og Stokkhólm verður eisini niðurløgd. Tað býður mær ímóti at atkvøða fyri málum, sum eg ikki eri kunnaður um, segði Heðin Mortensen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, í Løgtinginum í dag. Í røðu síni í Løgtinginum seinnapartin nevndi Heðin Mortensen millum annað, at ov lítið hevur verið kunnað um ætlanina at endurstovna Landsbankan. Sonja Jógvansdóttir byrjaði sína politisku karrieru sum eitt stjørnuskot í javnaðarflokkinum, men endaði sum ein uttanflokka neyðrakett. Hýrurin var góður í Sandágerði í dag, tá fólk savnaðust til tiltakið Vetrardypp. Vit vóru á sandinum, tá fyrstu luttakararnir runnu á sjógv. Tingfólk skulu hava sína egnu skrivstovu, og fundarhølini skulu vera rúmligari. Tað er orsøkin til, at Løgtingið keypir grótbygningin hjá Eik í miðbýnum í Havn. Men øll eru ikki eins fegin um ta avgerðina. Løgtingið fer at keypa grótbygningin hjá Eik fyri 27 milliónir krónur, men avtalan er ikki endaliga undirskrivað enn. Løgtingið ætlar nú at selja Gamla Apotek fyri sjey milliónir krónur. Tey trý umboðini hjá samgonguni í Vinnunevndini, Bjarni Hammer, formaður, Bjørt Samuelsen og Ingolf S. Olsen, løgdu í gjárkvøldið uppskot fyri Løgtingið um at áleggja veiðigjald á makrel, sild og svartkjaft, sum fyribilsloysn fyri at fáa fíggjarlógina samtykta. Tey løgdu uppskotið fram, tí andstøðan, sum eigur meirilutan í Vinnunevndini, vildi ikki, at uppskotið skuldi koma fyri aftur Løgtingið, fyrr enn ávís viðurskifti eru kannað. Tí vístu tey trý, sum løgdu fram uppskotið, til viðmerkingarnar í uppskotinum sum liggur í vinnunevndini. Eftir uppskotinum, sum varð samtykt í nátt, skulu skipini rinda eina krónu fyri kilo av makreli, 75 oyru fyri kilo av sild og 20 oyru fyri kilo av svartkjafti. Tann parturin av uppskotinum sum snúði seg um at selja fisk úr Barentshavinum á uppboðssølu, varð tikin burturúr. Men tey trý tingfólkini vístu á, at fiskurin í Barentshavinum bert fyribils er tikin burturúr. Tí tá uppskotið í Vinnunevndini verður samtykt um hálvan januar, fer lógin sum varð samtykt í nátt úr gildi. Landsstýrið hevði sett sær fyri at fáa 179 milliónir krónur burturúr veiðigjaldi og uppboðssølu. Eftir uppskotinum fær landið 165 milliónir krónur burturúr, ella 14 milliónir minni enn ætlað. Tað gjørdi forkvinnan í Fíggjarnevndini, Ruth Vang eisini greitt, áðrenn tingið fór undir endaliga atkvøðugreiðsluna. Andstøðan, sum hevur meirilutan í Vinnunevndini, mælti frá at samtykkja uppskotið, tí talan er um at hækka gjaldið á norðhavssild og at leggja gjald á svartkjaftin, sum er nýtt gjald. Heimins størsti oljuútflytari, Saudiarabia, fer at hækka prísin á bensini 40 prosent longu í dag, skrivar almenna saudiarabiska tíðindastovan, Saudi Press Agency. Tað kom fram, tá fíggjarlógin fyri næsta ár varð løgd fram. Væntað verður, at saudiarabar fara at hava 87 milliardir dollarar, slakar 600 milliardir krónur, í undirskoti. Eftir ráðharrafund undir leiðslu av Salman kongi er greitt, at tað eisini verður dýrari at brúka streym, vatn, diesel og petroleum, skrivar almenna saudiarabiska tíðindastovan. Saudiarabia stríðist, eins og onnur oljulond í Persiska flógvanum, við búskapin, eftir at prísurin á olju av álvara er lækkaður hetta seinasta árið. Stríðið millum heimsins størstu oljuútflytarar hevur trýst prísirnar so langt niður sum ongantíð fyrr, nú prísurin í Saudiarabia hækkar við 40 prosentum. Belgiska ákæruvaldið upplýsir, at tilsamans vórðu seks fólk tikin sunnudagin og í gjár, men fýra av teimum eru latin leys, meðan tvey framvegis eru í varðhaldi. Greinin heldur fram niðanfyri. Fólkini er skuldsett fyri at hava havt ætlanir um hernaðarligt álop nýggjársaftan. Miðlar í Belgia skriva, at átakið hjá løgregluni var í Brússel, í landspartinum, Walloon Brabant, og í býnum Liege, har eysturi í landinum. Løgreglan upplýsir, at hon fann herklæðir, propagandatilfar hjá ISIL, men hvørki vápn ella spreingievni. Fólkini, sum eru tikin, høvdu einki við atsóknina í París at gera, upplýsir løgreglan. Har sólarmyrkingin verður stytst, verður hon ein minutt. Har hon verður longst, útivið hálvan triðja minutt. Fá greitt yvirlit í greinini her Blóðmottur, á donskum skovfl t, eru funnar í Føroyum. Fyribils er fráboðan komin um, at tvey børn í Føroyum eru bitin av smákyktinum Ivast tú í, hvar sólin er fríggjamorgunin 20. mars, tá full sólarmyrking verður í Føroyum Royn grafikkin og fá svarið í greinini her Onkrastaðni í Føroyum fer sólin ikki at síggjast, tí støðini liggja í skugganum. Her eru støðini, har tú heilt vist ikki fert at síggja sólina Set teg væl til rættis og njót tær mongu, hundraðtals myndirnar, ið bæði føroyingar og útlendingar tóku í samband við sólarmyrkingina 20. mars Tíðindaleiðarin í Kringvarpi Føroya hevur kært skúlaleiðara fyri niðrandi viðmerking um hópneyðtøku á Facebook. Skúlaleiðarin angrar viðmerkingina Jobmatch er eitt fjøltáttað tiltak, og í ár verður kvøldseta við práti og kjaki við føroyingar, sum í sínum dagliga starvi virka heima og úti í heimi. Harumframt verður fyrilestur um at skapa sítt egna starv. Ein fastur táttur á Jobmatch er kvøldsetan, sum eisini verður útvarpað beinleiðis. Í ár verður leisturin nakað øðrvísi enn undanfarin ár, og Heini í Skorini fer at hava prát og kjak við fýra føroyingar um altjóðagerð, og hvussu man kann virka í Føroyum, hóast meginparturin av eins virksemi er tengt at altjóða marknaðum og samstarvsfeløgum. Føroyar, ár 1562. Magnus Heinason ætlar sær út í heimin. Hann droymir um vandamiklar sjóferðir og bardagar við sjórænarar. Hann er sterkur og djarvur fúsur at hjálpa vinum sínum og berjast við fíggindar sínar. Einki kann forða honum roysnisbrøgd eru í væntu. Eilif Mortanson hevur skrivað bókina Magnus Heinason Ein sjógarpur. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 1992. Páll Danielsen lesur og Dánjal Tavsen gjørdi ljóðmyndina. Tað hevur grønlendska Landstingið samtykt. Men hóast pensjónsaldurin hækkar tvey ár næstu árini, er hetta ikki nóg mikið, heldur flokkurin, Demokratarnir. Vit kunnu síggja á framskrivingunum í fólkatalinum, at tað er neyðugt at hækka pensjónsaldurin enn meira, sigur virkandi forkvinnan fyri Demokratarnar, Randi Vestergaard Evaldsen, sambært Sermitsiaq . Samstundis ynskja fólk, at ábøtur skulu gerast á viðurskiftini hjá eldri borgarum. Og hetta kann bera gerast við at hækka pensjónsaldurin. Vit halda, at tað mest erliga hevði verið beinanvegin at samtykt eina aldurspensjónstrappu, so aldurin hækkar upp í 68 ár í 2024, til 69 ár í 2027 og upp í 70 ár í 2030, sigur Randi Vestergaard Evaldsen. Hjá Demokratunum ásanna tey, at flokkurin stendur rættiliga einsamallur um hesa áskoðanina, og at tey fyribils mugu góðtaka, at tey ikki kunnu savna meiriluta um at hækka pensjónsaldurin enn meira. Hetta hava vit fingið nógvar atfinningar fyri. Men vit halda fast um, at hetta er tað, sum allarhelst fer at henda. Alternativið er, at viðurskiftini hjá pensjónistunum fara at versna, sigur virkandi forkvinnan hjá Demokratunum. Tað verða nógv færri børn ættleidd til Føroya nú, enn fyri fáum árum síðani. Av tí sama hevur Løgtingið gjørt av at skerja játtanina til ættleiðingarstuðul. Í uppskotinum til fíggjarlóg var ættleiðingarstuðulin 800.000 krónur, men fíggjarnevndin gjørdi av at lækka ættleiðingarstuðulin við 300.000 krónur, niður í 500.000 krónur Stuðulin til hvørt barnið er 100.000 krónur Grundgevingin fyri at lækka játtanina var, at tað nú bert verða ættleidd millum trý og seks børn til Føroya um árið. Orsøkin er, at tað er munandi torførari at ættleiða børn nú enn fyrr. Umstøðurnar at liva í ymsu londunum batna, og samstundis seta myndugleikarnir spurnartekin við, um tað er rætt at børnini verða ættleidd til onnur lond. Eitt nú í Kina eru nógv fleiri mannfólk enn konufólk, og tí seta myndugleikarnir spurnartekin við gongdina, tí tað hevði verið betri um genturnar vórðu verandi í landinum. Av tí sama er bíðitíðin eftir at ættleiða eitt barn eisini longd. Nú er ikki óvanligt, at pør mugu bíða upp í trý til fimm ár, fyri at ættleiða eitt barn. Tað sigur Jákup Sverri Kass, stjóri á flogvøllinum. Men skal ferðafólkatalið vaksa enn meira, noyðast vit at fáa enn fleiri útlendsk ferðafólk til landið. At fleiri ferðafólk koma og fara um flogvøllin, hevur eisini við sær størri inntøkur til Vága floghavn. Tær verða millum annað nýttar at endurnýggja tól og útgerð. Eitt nú er tornið á flogvøllinum umbygt, og nýggj tól eru tikin í nýtslu. Hoyr samrøðuna við Jákup Sverra Kass, stjóra í Vága floghavn, Tað eydnaðist Skipara og navigatørfelagnum at fáa eitt av teimum fimm uppsjóvarskipunum, sum loystu á jólum at fiska í ES sjógvi, at venda aftur. Tað upplýsti formaður felagsins, Annfinnur Garðalíð, í frágreiðing síni til aðalfundin í dag. Sambært sáttmálanum við Reiðarafelagið er ikki loyvt at mynstra fyrr enn eftir midnátt 2. jólakvøld. Kortini loystu fýra skip og settu kós móti ES sjógvi at fiska uppsjóvarfisk. Skipara og navigatørfelagið ringdi umborð á skipini og bað tey venda aftur, tí hetta var í stríð við sáttmálan, men einki batti. Felagið fekk bræv frá skipunum, har greitt varð frá, at tey sluppu ikki at flyta ófiskaðu kvotuna í ár til næsta ár, og at illveður hevði verið á leiðini. Tá fimta skipið loysti, ringdi Skipara og navigatørfelagið umborð og greiddi skiparanum frá sáttmálabrotinum, og bað hann staðiliga um at venda aftur. Skiparin tók áheitanina til eftirtektar og fór aftur á Tvøroyri, har skipið lá til eftir midnátt 2. jólakvøld, upplýsti Annfinnur Garðalíð í røðu síni fyri aðalfundinum hjá Skipara og navigatørfelagnum. Fyri 12 árum síðani kom Matheus Bastos til Føroya. Hann búði á Oyrarbakka í eitt lítið ár, áðrenn hann fór aftur heimlandið. Matheus og føroyska familjan hava hildið sambandið síðani, og nú Randi Ziska Larsen, ein føroysk systur Matheus, og tvær vinkonur eru farnar at fjakka, gjørdu tær av at byrja í Brasil, heima hjá Matheusi. Vørn vegna Brunaeftirlitið hevur stevnt Sørvágs kommunu og P f Vága floghavn, tí sambært Brunaeftirlitinum varð farstøðin ólógliga tikin í brúk í fjør. Málið verður viðgjørt í rættinum 6. januar. Brunaeftirlitið heldur uppá, at tað er myndugleikin, sum skal góðkenna brunatrygdina í farstøðini. Og tað hevur Brunaeftirlitið ikki gjørt. Málið byrjar 3. juli í fjør, tá Sørvágs kommuna gav P f Vága floghavn loyvi at brúka nýggju komu og farstøðina. Brunaeftirlitið bað Sørvágs kommunu taka nýtsluloyvið aftur, tí Brunaeftirlitið hevði ikki góðkent bygningin. Brunaeftirlitið og Sørvágs kommuna eru ikki samd um, hvør hevur myndugleikan at góðkenna brunatrygdina í farstøðini. Sambært lóggávuni, sum var galdandi, tá farið varð undir byggingina, skal Brunaeftirlitið góðkenna. Men 1. apríl í 2013 kom nýggja byggilógin, og tá fingu kommunurnar hendan myndugleikan. Sørvágs kommuna gav byggiloyvið tann 27.september í 2012, also fyri 1. apríl í 2013, tá nýggja byggilógin kom. Innlendismálaráðið segði tó í rundskrivi 27. mai í 2013, at Brunaumsjón landsins, sum stovnurin tá kallaðist, átti ítøkiligu brunamálsviðgerðina, tá talan var um ikki vanliga bygging, sum fekk byggiloyvi fyri 1. apríl 2013, tá nýggja lógin kom. Brunaeftirlitið og Sørvágs kommuna hava roynt at loyst málið, men higartil uttan úrslit. Í vár stevndi Brunaeftirlitið so Sørvágs kommunu og P f Vága floghavn, og málið kemur fyri rættin 6. januar. Ein vanlig vitjan á einari dating heimasíðu 2. jólakvøld endaði við, at 28 ára gamli Kim Joensen fyrst bleiv avpressaður fyri pengar. Men tá hann ikki vildi gjalda, varð hann hongdur út sum pedofilur á facebook við myndum og videobrotum. Kim Joensen var vorðin offur fyri sextortion. Hann ávarar nú onnur mótI at enda í somu støðu sum hann. Nú er klárt at fara undir at útbyggja Eystaru Bryggju í Havn. Yvirfriðingarnevndin hevur góðtikið umstríddu ætlanina um, at kommunan flytir grótkastið nakað suðureftir. Hetta skal gerast fyri at varðveita utsýnið av Skansanum, men avleiðingin er, at kajøkið minkar við 10.000 fermetrum. Atgongumerkir til barnaleikin Fólk og Dólgar í Kardamummubýnum verða seld fyri okursprís á nýggja svarta børsinum, Facebook. Hetta er ikki bara ólógligt, men eisini ómoralskt og respektleyst. Sextortion ella avpressing, ið hevur ein kynsligan karakter er ein vaksandi trupulleiki á internetinum. Tað staðfestir Hannes Gislason, professari í Kunningartøkni. Og tað eru serliga børn og ung, ið eru útsett, fyri hesum nýggja fyribrigdinum sextortion. Áhugin hjá lesandi føroyingum at flyta aftur til Føroya veksur i løtuni. Tað vísa tøl sum árliga starvsstevnan hevur savnað inn millum 3 400 útisetar og lesandi, sum á hvørjum ári vitja starsvstevnuna. Og tað eru serliga fleiri kvinnur sum ætla at búseta seg í Føroyum næstu árini. Tað er eingin loyna, at nevndin í Fiskimannafelagnum ikki var samd um, hvussu langt felagið skuldi fara í sáttmálastríðnum við nótaskipini. Ein partur av nevndini var til reiðar at taka eitt verkfall, um tað var neyðugt. Meirilutin í nevndini helt tó, at vandin fyri at missa alt tað, sum felagið hóast alt hevði vunnið fyri heimaflotan í samráðingunum í vár, var ov stórur, um felagið sleit samráðingarnar upp á ósemjuna við nótaskipini, stendur í ársfrágreiðingini hjá Fiskimannafelagnum. Felagið letur illa at reiðarunum á nótaskipunum. Hóast nótaskipini eru tann skipabólkur, sum er nógv best fyri og hevur nógv tey bestu ráðini, so eydnaðist Fiskimannafelagnum ikki at fáa reiðararnar í tí bólkinum at flyta seg ein millimetur á nøkrum øki. Teir vóru hvørki til at høgga ella stinga í. Teirra einasta svar er, at menninir við nótaskipunum tjena so væl, at teir hava ikki uppiborið lønarhækking, stendur í ársfrágreiðingini hjá Fiskimannafelagnum. Sylvi Listhaug, ráðharri í innflytaramálum, sigur, at tey mongu, ið biðja um friðskjól, kunnu fáa avleiðingar fyri norska vælferðarsamfelagið. Uppskotini byggja á semjuna, sum seks flokkar í Stórtinginum gjørdu í november. Uppskotini hava til endamáls at avmarka talið á teimum, sum biðja um politiskt friðskjól. Í fjør bóðu 11.480 fólk um politiskt friðskjól í Noregi, í ár er talið komið upp á 30.538. Norsku útlendingamyndugleikarnir siga, at talið næsta ár kann sveiggja millum 10.000 og 100.000. Umleið ein millión flóttafólk og tilflytarar eru komin til Evropa um Miðjarðarhavið í ár. Herdu lógirnar hava eisini við sær, at tað verður truplari at fáa familjusameining í Noregi. Tú skalt hava búð í Noregi í fimm ár fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi, og størri krøv verða sett til at duga norska málið. Stjórnin ætlar eisini, at tað skal verða lættari at vísa flóttafólkum burtur á markinum. Uppskotini verða nú send til hoyringar, og tey koma til viðgerðar í Stórtinginum um seks vikur. Á aðalfundinum í gjár var eisini nevndarval, og í nevndini sita nú Ellintur M. Abrahamsen, Ólavur Biskupstø, Kristen Friis, Niels Nielsen, Annfinn Fagraklett, Jan Haldansen, Svenning Borg, Leivur Christiansen, Jákup Gøthe, Annfinnur Garðalíð og Elias Zachariasen. Lív Mortensen hugsaði, at í Orlandi fóru at vera góðar stundir at vitja Disney World og Universal Studios, sum eru í býnum, men veruleikin er ein heilt annar. Skúlin er hart arbeiði. Langir dagar og stundum eisini nætur. Hetta er sum at arbeiða í veruliga lívinum, sigur Lív Mortensen, sum ætlar at taka ein master, antin í USA ella Danmark, tá bachelorútbúgvingin er komin í hús. TalGILDIÐ verður elektroniska kvøldið í Perluni tann 2. januar rópt. Eitt kvøld, har fyriskipararnir ætla at fáa føroyingin upp á gólvið og dansa til pumpandi rútmurnar, sum elektroniski tónleikurin skapar. Tilsamans seks bólkar og diskarar framføra HULDA, Frostfelt, Helgi, HÚS, Nystrøm og Brynjolfur. Rannvá Helenudóttir, HULDA, og Líggjas Olsen, Frostfelt, greiddu í Góðan morgun Føroyar frá tiltakinum og tosaðu um elektroniskan tónleik og so spældi Frostfelt eisini tvey akustisk løg. Enn eitt forsetavalevni hjá republikanarunum hevur tikið seg aftur. 70 ár gamli George Pataki boðaði í gjár frá, at hann gevst í royndini at gerast forsetavalevni. Greinin heldur fram niðanfyri. Sambært veljarakanningum hevur ríkmaðurin, Donald Trump, bestan kjans at gerast republikanskt valevni á forsetavalinum 8. november næsta ár. Fyrsta uppstillingarvalið hjá republikanarunum verður í Iowa í februar. Ein veljarakanning, sum sjónvarpsstøðin CBS hevur gjørt, vísir, at Donald Trump er best umtóktur millum republikansku veljararnar í Iowa. George Pataki, sum nú hevur tikið seg aftur sum forsetavalevni, hevði fingið minni enn eitt prosent í Iowa, vísir veljarakanningin. Arbeiðið at útbyggja Tórshavnar havn byrjar í vár, og mótmælini sum koma, verða ikki tikin til eftirtektar. Tað sigur formaðurin í Vinnunevndini í Tórshavnar kommunu, Sjúrður Olsen. Hoyringsfreist var til fyrru og størru ætlanina, men nú er talan um eina minni ætlan, og tí verður eingin hoyringsfreist hesaferð, sigur hann. Tað sum hevur týdning, er, at yvirfriðingarnevndin hevur givið kommununi loyvi til at fara undir at útbyggja havnina, og tað verður gjørt, sigur hann. Treytirnar frá yvirfriðingarnevndini gera, at sjálvt kajøkið verður einar 10.000 fermetrar minni enn upprunaliga ætlað. Tí er umsitingin farin at kanna, um til ber at fáa ta økið aftur, við at gera aðrar broytingar. Ein bólkur ætlar at mótmæla útbyggingini, skipar fyri fundi á Reinsarínum leygardagin. Talskvinnan hjá bólkinum, Sólvá Johannesen sigur, at fólk eru ónøgd við útbyggingina, tí tey vænta nógvan larm og so verður útsýnið í havnini munandi skert. Vinnunevndin í Tórshavnar kommunu gjørdi á fundi í gjár av at bjóða arbeiðið út at útbyggja havnina. Roknað verður við at tilboðini koma inn um hálvan mars. Tá tey eru avgreidd, verður farið undir at fyrireika útbyggingina, og so er ætlanin at arbeiðið skal byrja sum skjótast, sigur Sjúrður Olsen. Mett verður, at útbyggigin av Tórshavnar havn fer at kosta millum 350 og 400 milliónir krónur Løgtingshúsið skal klæðast av nýggjum. Í fíggjarlógini fyri 2016 hevur løgtingið fingið hálva fimtu millión krónur afturat til raksturin. Pengarnir skulu millum annað brúkast til at klæða løgtingshúsið og til nýggja KT útgerð, sigur Jonhard Klettheyggj, løgtingsstjóri. Løgtingshúsið var umvælt um aldarskiftið, og umvælingin uttan var liðug á heysti í 2000. Nú er klædningurin so illa farin, at neyðugt er at skifta hann. El Ni o, ið nú av álvara hevur tikið seg upp í Kyrrahavinum, fer at hava við sær, at vit fáa eitt kaldari vár, men góðan fiskiskap, sigur Osmundur Justinussen, reiðari og veðurlagseygleiðari. Veðurfyribrigdið El Ni o tekur seg vanliga upp umleið sjeynda hvørt ár, men so umfatandi sum hesaferð er tað sjáldan. Samgongan viðurkennir tó sjálv, at 250.000 krónur ikki røkka langt. Men í viðmerkingunum til uppskotið stendur, at upphæddin er ætlað til at seta hol á demensætlanina. Hoyr alla samrøðuna við Halldis Joensen, forkvinnu í Alzheimerfelagnum. Í seinastu Jazzofonini í 2015 hoyra vit løg sum hava staðið, og standa, ímóti tíðarinnar tonn. Vit hoyra útvald løg av LP plátum úr savninum hjá vertinum frá tíðarskeiðnum 1978 og 1988 við Pat Metheny Group, Chick Corea Electric Band og evropeisku kvartettini hjá Keith Jarrett. Lagt til rættis Arnold Ludvig. Í oktober í ár var Eysturhjálp við neyðhjálparbussinum í Rumenia og Moldova við klæðum og øðrum til tey ringast støddu. Veturin er komin, og har frystir niður í 20 25 stig. Tey búgva í húsum, sum eru verri enn okkara ringastu skúrar. Her koma tey heitu klæðini úr Føroyum væl við. Ein 10 tons bingja fór úr Norðhavnini í Klaksvík við eina mest sjúkrahúsútgerð, skúlaborðum og brúkstilfari til ellisheim og sjúkrahús. Zacharias Hammer er við í ferðini heilt úr Føroyum eystur til fátækasta land í Europa, Moldova. Leiðin gongur eystureftir gjøgnum sjey lond. Um kavaklæddar fjallatindar og vegir, har næstan bara hestavognar fáa koyrt. Vit fara inn í sjálvan kjarnan við hjálpararbeiði føroyinga. Møta fólki, sum okkara hjálp hevur bjargað frá ringastu neyð og armóð. Vit møta øskufíu, sum í dag er ein sólstrála, takkað veri okkara hjálpararbeiðið. Nógvar sterkar frásagnir. Vit fylgja klæðunum av Eiði og heilt út til tær mest treingjandi familjurnar, sum búgva í kroysum. Vitja sjúkrahús og ellisheim, sum eru fleiri ferðir størri enn okkara. Men hava 90 prosent færri starvsfólk og minni útgerð. Her sæst hjálp føroyinga gera mun. Vit hitta ovastu politisku mynduleikar, sum rósa og takka føroyingum fyri hjálpararbeiðið. Tey koma við okkum út á ellisheim og sjúkrahús. Ikki bara skal bygningurin hjá Eik keypast. Hvørt tingfólk fær 30.000 krónur um árið at keypa sær millum annað løgfrøðiliga hjálp at gera lógaruppskot. Løgtingsskrivstovan skal hava ein løgfrøðing afturat, millum annað at standa í móti vaksandi lobbyvirkseminum. Páll á Reynatúgvu er løgtingsformaður. Umborð á Norrønu á dansiferð í fjør skipaði Helga Hermansen Kjartan Ólavsson. Niels á Velbastað skipar Fípuna Føgru í Dansifelagnum í Havn. Atlantic Petroleum hevur lænt 58 milliónir frá Eik. 19,5 milliónir fella til gjaldingar í desember í ár, og tað er hesin avdrátturin, sum oljufelagið ikki megnar at rinda. Atlantic Petroleum er tó sum skilst ikki farið í gjaldssteðg. Leiðslan í felagnum er í tøttum samskifti við Eik banka, sigur felagið í fráboðanini. Felagið kunnar eisini bankan javnan um, hvussu gongst við neyðætlanini at selja Orlando feltið, sigur felagið í fráboðanini til keypsskálan. Í oktober í ár var Eysturhjálp við neyðhjálparbussinum í Rumenia og Moldova við klæðum og øðrum til tey ringast støddu. Veturin er komin, og har frystir niður í 20 25 stig. Tey búgva í húsum, sum eru verri enn okkara ringastu skúrar. Her koma tey heitu klæðini úr Føroyum væl við. Ein 10 tons bingja fór úr Norðhavnini í Klaksvík við eina mest sjúkrahúsútgerð, skúlaborðum og brúkstilfari til ellisheim og sjúkrahús. Zacharias Hammer er við í ferðini heilt úr Føroyum eystur til fátækasta land í Europa, Moldova. Leiðin gongur eystureftir gjøgnum sjey lond. Um kavaklæddar fjallatindar og vegir, har næstan bara hestavognar fáa koyrt. Vit fara inn í sjálvan kjarnan við hjálpararbeiði føroyinga. Møta fólki, sum okkara hjálp hevur bjargað frá ringastu neyð og armóð. Vit møta øskufíu, sum í dag er ein sólstrála, takkað veri okkara hjálpararbeiðið. Nógvar sterkar frásagnir. Vit fylgja klæðunum av Eiði og heilt út til tær mest treingjandi familjurnar, sum búgva í kroysum. Vitja sjúkrahús og ellisheim, sum eru fleiri ferðir størri enn okkara. Men hava 90 prosent færri starvsfólk og minni útgerð. Her sæst hjálp føroyinga gera mun. Vit hitta ovastu politisku mynduleikar, sum rósa og takka føroyingum fyri hjálpararbeiðið. Tey koma við okkum út á ellisheim og sjúkrahús. Í sendingini viðgera og umrøða Elin á Rógvi, Niels Jákup Thomsen og Jákup Sørensen bókmentaárið, tá talan er um bøkur til yngru lesararnar Vár í Ólavstovu og Bergur Djurhuus Hansen taka saman um aðrar bókmentir Vár Berghamar Jacobsen og Jenny Petersen meta um leikárið Kinna Poulsen, Solveig Hanusardóttir Olsen og Finnur Koba meta um myndlistina í 2015 og Albert Isfeld hugleiðir um arkitekturárið. Eisini hitta vit Sunleif Rasmussen, sum hevur verið sera virkin í 2015. Knapt 500 fólk vitjaðu Jobmatch starvsstevnuna, sum var í Norðurlandahúsinum týsdagin. Hetta boða fyriskipararnir frá í tíðindaskrivi. Harumframt vórðu tey vitjandi spurd um, hvørji virkisøki tey hava áhuga fyri. Uppgerðin vísir, at tey vitjandi hava ein rættiliga javnt breiðan áhuga fyri ymsum virkisøkjum. Hesi fevna bæði um heilsu og almannaverk, almenna fyrisiting, ferðavinnu, miðla og skaparnarvinnu og búskapar og løgfrøðivinnu, umframt ali og fiskivinnu, verkfrøði og byggivinnu og oljuvinnu. Knapt 500 fólk vitjaðu Jobmatch starvsstevnuna, sum var í Norðurlandahúsinum týsdagin. Hetta boða fyriskipararnir frá í tíðindaskrivi. Harumframt vórðu tey vitjandi spurd um, hvørji virkisøki tey hava áhuga fyri. Uppgerðin vísir, at tey vitjandi hava ein rættiliga javnt breiðan áhuga fyri ymsum virkisøkjum. Hesi fevna bæði um heilsu og almannaverk, almenna fyrisiting, ferðavinnu, miðla og skaparnarvinnu og búskapar og løgfrøðivinnu, umframt ali og fiskivinnu, verkfrøði og byggivinnu og oljuvinnu. Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, sigur, at arbeitt verður við eini menning, soleiðis at flogferðaseðlarnir í 2016 gerast bíligari. Tað er ikki bert í Føroyum, at prísurin lækkar. Ole Stouby, stjóri á Travelmarket, sigur, at flogferðaseðlarnir verða bíligari í Evropa næsta ár. Stjórin í Atlantsflogi, sigur, tað eru fleiri orsøkir til góða úrslitið í 2015. Millum annað eru fleiri føroyingar, sum arbeiða uttanlands, og føroyingar ferðast eisini meira. Vitjanin í summar var avlýst, tá fólkatingsval var útskrivað. Men drotningin kemur á vitjan í Føroyum komandi summar. Tað avdúkaði hon í nýggjársrøðu síðani fyri einum tíma síðani. Tvær neyðrakettir gjørdu skaða í nátt. Onnur kom í klædningin á einum sethúsum á Glyvrum, men festi kortini ikki rættiliga í. Og ein onnur neyðrakett breyt bakrútin á einum bili í Havn, upplýsir politiið. Annars vóru kvøldið og náttin sum vanligt er um vikuskifti, húsaófriður, harðskapur, full fólk, fólk, sum detta og fáa skaða, fólk, sum koyra ávirkað, og boð vóru eftir sjúkrabili til eina kvinnu, sum skuldi føða. Trivnaðarnevndin hevur tó bara tað eina uppskotið um hjúnabandslógina, hini bæði eru ávikavist í Rættarnevndini og Mentanarnevndini. Eingin fundur er ásettur í teimum báðum nevndunum. Á ársins fyrsta fundi fer Trivnaðarnevndin eisini at viðgera eitt uppskot hjá Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttur í Fólkaflokkinum um eina serliga eftirlønarskipan til sjómenn og onnur, sum vegna slit ikki megna at vera á arbeiðsmarknaðinum, til tey eru 67 ára gomul og gerast fólkapensjónistar. Listavirðisløn Nólsoyar Pálls, sum býráðið og vinnan í Klaksvík lata eina ferð um árið, varð stovnað í 2013. Tað árið fekk Hanus G. Johansen, vísusangari, virðislønina, og í 2014 fekk Edward Fuglø, myndlistamaður, virðislønina. Um Eyð Matras segði Jógvan Skorheim millum annað, at hon er ein úrmælingur á sínum øki, sum í nógv ár hevur ríkað føroyska mentanararvin, og sum vit eisini vænta at uppliva meira av í framtíðini. Hon hevur drúgvar og fjølbroyttar royndir í sínari listagrein, og hon hevur lyft listina í Klaksvík upp á eitt yrkisstøði við sínum fantastisku evnum til at rúnarbinda áskoðararnar. Og við einmansavrikum í heimsflokki hevur hon í fleiri umførum gjørt fortíðina livandi fyri okkum, við at sett sjóneykuna á avrik, sum okkara forfedrar hava megnað í gomlum døgum. Í hesum høpi hevur hon eisini víst fyrimyndarligar dygdir í at varpa ljós á undangongukvinnur, sum hava slóðað fyri við dirvi og árræði. Borgarstjórin segði eisini, at áhugin hjá Eyð Matras fyri sjónleiki vaknaði í Klaksvík. Her tók hon fyrstu fetini fram í móti pallinum sum 15 ára gomul. Tá slapp hon at royna seg sum teskari í Klaksvíkar Sjónleikarafelag. Bæði amerikanska skiferoljan og oljan úr Norðsjónum hava seinastu tíðina verið seldar fyri sama prís, góðar 37 dollarar fyri tunnuna. Og nú olja, sum skal latast í februar, verður seld, er gongdin tann sama. Prísurin er millum 37 og 38 dollarar, 255 krónur, fyri tunnuna. Útlitini í árunum, sum koma, eru heldur ikki so góð sum ynskiligt er, tí framleiðslan er lítil, fólk gerast eldri, og fíggjarkreppan gjørdi nógv um seg. Tað er neyðugt, at amerikanski pengapolitikkurin kemur í eina trygga legu, og at gongdin í Kina um brúksvøkstur heldur fram. Men tað má gerast við skili, sigur stjórin í IMF. Forsetin segði longu fyri fýra árum síðani, at hann ætlaði sær at gevast, men stillaði upp aftur, tí hann fekk nógvar áheitanir um tað, tí stór óvissa framvegis valdaði eftir stóra skrædlið í 2008. Ólafur Ragnar Grímsson er 72 ára gamal, og hevur verið forseti í 20 ár. Hann segði, at hann framvegis, tá hann er farin úr forsetasessinum, fer at arbeiða fyri Ísland, millum annað við teimum avbjóðingum, sum veðurlagsbroytingar eru. Tíðindastovan, AFP skrivar, at enn hevur eingin boðið seg fram at gerast íslendskur forseti eftir Ólaf Ragnar Grímsson, men hildið verður, at fleiri hava bíðað eftir avgerðini hjá honum um ikki at stilla uppaftur. Syrgiliga vanlukka, tá fýra fólk umborð á einum flogfarið hjá Atlantic Airways lótu lív í Stord í Norra, verður nú varpað út kring allan heimin. Í lýsingini fyri sendingina skrivar National Geographic, at vanlukkan í Stord verður endurskapt í sendingini, sum verður varpað út í 170 londum. National Geographic er ein av heimsins størstu sjónvarpsrásum, og leggur seg serliga eftir at framleiða tilfar við vísindaligum innihaldið. Vanlukkan í Stord er størsta vanlukkan hjá føroyska flogfelagnum Atlantic Airways. Tað var 10. oktober í 2006, at eldur kom í eitt flogfar hjá Atlantic Airways, sum júst hevði lent, tá tað koyrdi út av flogbreytini í Stord. Eingin av teimum seks spoilarunum á flogfarinum fóru út, tá flogfarið hevði sett seg, og at eingin av teimum trimum bremsuskipanunum fingu steðgað flogfarinum, áðrenn tað fór oman av vøllinum. 16 fólk vóru í flogfarinum. Fýra doyðu og seks fingu ógvusligar lóstir av eldinum. Sendingin verður send á National Geographic mánakvøldið klokkan 20. Syrgiliga vanlukka, tá fýra fólk umborð á einum flogfarið hjá Atlantic Airways lótu lív í Stord í Norra, verður nú varpað út kring allan heimin. Í lýsingini fyri sendingina skrivar National Geographic, at vanlukkan í Stord verður endurskapt í sendingini, sum verður varpað út í 170 londum. National Geographic er ein av heimsins størstu sjónvarpsrásum, og leggur seg serliga eftir at framleiða tilfar við vísindaligum innihaldið. Vanlukkan í Stord er størsta vanlukkan hjá føroyska flogfelagnum Atlantic Airways. Tað var 10. oktober í 2006, at eldur kom í eitt flogfar hjá Atlantic Airways, sum júst hevði lent, tá tað koyrdi út av flogbreytini í Stord. Eingin av teimum seks spoilarunum á flogfarinum fóru út, tá flogfarið hevði sett seg, og at eingin av teimum trimum bremsuskipanunum fingu steðgað flogfarinum, áðrenn tað fór oman av vøllinum. 16 fólk vóru í flogfarinum. Fýra doyðu og seks fingu ógvusligar lóstir av eldinum. Sendingin verður send á National Geographic mánakvøldið klokkan 20. Hóast løgreglan í Grønlandi hevði úr at gera í fjør, gongur tað kortini rætta vegin. Seinastu tíggju árini er talið av brotsverkum fallið, og tað var eisini galdandi í 2015, sigur løgregluovastin Bjørn Tegner Bay við grønlendska kringvarpið KNR. Í 2014 vóru 722 harðsskapsmál. Í 2015 er talið millum 650 og 700 harðskapsmál. Hóast talið minkar, eru framvegis ómetaliga nógv harðsskapsmál í Grønlandi, ásannar løgregluovastin. Hóast harðsskapsmálini ikki eru eins mong í tali, sum tey hava verið, er talið av siðamisbrotum tað sama, sum tað hevur verið seinastu tíggju árini, millum 130 og 150 mál árliga. 10. desember fekk reiðaríðið Ocean Group Faroes Ltd. boðini frá Fiskimálaráðnum, at felagið ikki kundi reka vinnuligan fiskiskap, tí útlendska ávirkan var ov stór. Hetta tí at felagið sambært ársroknskapinum fyri 2014 hevði eitt útlendskt ábyrgdarlán á 67 milliónir krónur, og hetta ger, at felagið ikki livur upp til ásetingarnar í lógini um vinnuligan fiskiskap um at 2 3 av avgerðarrættinum í feløgum, sum virka í fiskivinnuni, skula vera føroyskir. Dagin eftir avgerðina hjá Fiskimálaráðnum, 11. desember 2015, hevði Ocean Group Faroes eykaðaðalfund, har ein nýggj ársfrásøgn fyri 2014 varð samtykt, har lánið á 67 milliónir krónur varð broytt til eitt veðlán. Grannskoðarin Óli Regin Hansen, sum starvast fyri grannskoðaravirkið Menta, hevur eisini skrivað eina váttan um, at tað var ein feilur í ársroknskapinum fyri 2014. Talan var ikki um eitt ábyrdarlán, men eitt veðlán. Í øllum førum skrivar Fiskimálaráðið í brævi til advokatin hjá felagnum, Niels Winther Poulsen, 18. desember 2015, at Fiskimálaráðið í fyrsta umfari bíðar eftir eini niðurstøðu frá Skráseting Føroya viðvíkjandi spurninginum um nýggjan ársroknskap fyri 2014. Í røðuni legði forsetin fram eina røð av málum, hann og hansara fólk hava loyst seinastu sjey árini, men hann hevði eisini eitt nýggjárslyfti. Og tað var at gera nakað við tey mál, sum framvegis eru óloyst. Sambært CNN vil Barack Obama tippa eitt skjótt 60 ára gamalt hol í vápnalógini. Forsetin í 1968, Lyndon B. Johnson, gjørdi nakrar reglur sum søgdu, at góðkendir vápnasølumenn skuldu tryggja, at keypararnir høvdu loyvi at eiga vápn. Tað vil siga, at keypir tú eitt skotvápn í einum handli, skalt tú prógva, at tú hevur loyvi at keypa eitt vápn. Men hetta var ikki galdandi fyri keyp og sølu hjá privatpersónum. Keypir tú hinvegin eitt skotvápn frá einum privatpersóni, eru eingi krøv um at hava vápnaloyvi. Tískil er einki, sum forðar fyrrverandi fangum, fólki við sinnissjúku ella fólki, sum eru undir illgruna at fremja yvirgang, at keypa skotvápn, so leingi tey keypa frá einum privatum seljara. Hetta hevur havt við sær ein stóran markna uttan nakað eftirlit serliga á internetinum og á vápnamessum, har keyp og søla av hesum slagnum fer fram. Barack Obama er sannførdur um, at ein herd lóggáva, sum kravdi, at øll, sum keypa vápn, vórðu kannað fyrst, hevði havt við sær, at færri vóru dripin og særd av skotvápnum. Mánadagin skal Obama á fund við løgmálaráðharran Lorettu Lynch, har tey fara at umrøða átøk, sum kunnu minka um trupulleikarnar, uttan at Kongressin skal taka støðu til hetta. Facebook er størsti kjakpallurin í Danmark. Men tað er eisini eitt stað , har ein má tola nógv . Hetta sigur danski forsætisráðharrin Lars Løkke Rasmussen, sum í dag hevur lagt eina alternativa nýggjársrøðu út á sín Facebook vanga . Í røðuni lesur forsætisráðharrin nakrar av viðmerkingunum , sum onnur hava skrivað um hann í 2015 Halt kjaft , sum tú ert ljótur , Lars . Tú hevur sagt nokk av lorti . Ófatiligt , at nakar velur teg , lygnari . Týskarasvín . Í almennu nýggjársrøðuni umrøddi Lars Løkke Rasmussen , at politikarar høvdu ein trupulleika við trúvirðinum . Hendan trupulleika áttu politikarar ein part av ábyrgdini av , tí tað vóru ov nógv lyftisbrot , persónsmál og ov einfalt samskifti millum politikarar . Men veljararnir hava eisini ábyrgd , vísir forsætisráðharrin á í síni alternativu nýggjársrøðu Eg gleði meg til fleiri samrøður og kjak við stuðlar og mótstøðufólk á sosialu miðlunum í 2016. Tí um vit missa evnini at tosa saman , missa vit eisini nakað , sum er sera danskt . Um eg skal vera hátíðarligur , so missa vit tað serliga við okkara fólkaræði . Tað má ikki henda , sigur Lars Løkke Rasmussen . Facebook er størsti kjakpallurin í Danmark. Men tað er eisini eitt stað , har ein má tola nógv . Hetta sigur danski forsætisráðharrin Lars Løkke Rasmussen, sum í dag hevur lagt eina alternativa nýggjársrøðu út á sín Facebook vanga . Í røðuni lesur forsætisráðharrin nakrar av viðmerkingunum , sum onnur hava skrivað um hann í 2015 Halt kjaft , sum tú ert ljótur , Lars . Tú hevur sagt nokk av lorti . Ófatiligt , at nakar velur teg , lygnari . Týskarasvín . Í almennu nýggjársrøðuni umrøddi Lars Løkke Rasmussen , at politikarar høvdu ein trupulleika við trúvirðinum . Hendan trupulleika áttu politikarar ein part av ábyrgdini av , tí tað vóru ov nógv lyftisbrot , persónsmál og ov einfalt samskifti millum politikarar . Men veljararnir hava eisini ábyrgd , vísir forsætisráðharrin á í síni alternativu nýggjársrøðu Eg gleði meg til fleiri samrøður og kjak við stuðlar og mótstøðufólk á sosialu miðlunum í 2016. Tí um vit missa evnini at tosa saman , missa vit eisini nakað , sum er sera danskt . Um eg skal vera hátíðarligur , so missa vit tað serliga við okkara fólkaræði . Tað má ikki henda , sigur Lars Løkke Rasmussen . Facebook er størsti kjakpallurin í Danmark. Men tað er eisini eitt stað , har ein má tola nógv . Hetta sigur danski forsætisráðharrin Lars Løkke Rasmussen, sum í dag hevur lagt eina alternativa nýggjársrøðu út á sín Facebook vanga . Í røðuni lesur forsætisráðharrin nakrar av viðmerkingunum , sum onnur hava skrivað um hann í 2015 Halt kjaft , sum tú ert ljótur , Lars . Tú hevur sagt nokk av lorti . Ófatiligt , at nakar velur teg , lygnari . Týskarasvín . Í almennu nýggjársrøðuni umrøddi Lars Løkke Rasmussen , at politikarar høvdu ein trupulleika við trúvirðinum . Hendan trupulleika áttu politikarar ein part av ábyrgdini av , tí tað vóru ov nógv lyftisbrot , persónsmál og ov einfalt samskifti millum politikarar . Men veljararnir hava eisini ábyrgd , vísir forsætisráðharrin á í síni alternativu nýggjársrøðu Eg glði meg til fleiri samrøður og kjak við stuðlar og mótstøðufólk á sosialu miðlunum í 2016. Tí missa vit evnini at tosa saman, missa vit eisini nakað, sum er sera dansk. Um eg skal siga tað greitt, so missa vit tað serliga við okkara fólkaræði. Tað má ikki henda , sigur Lars Løkke Rasmussen. Facebook er størsti kjakpallurin í Danmark. Men tað er eisini eitt stað , har ein má tola nógv . Hetta sigur danski forsætisráðharrin Lars Løkke Rasmussen, sum í dag hevur lagt eina alternativa nýggjársrøðu út á sín Facebook vanga . Í røðuni lesur forsætisráðharrin nakrar av viðmerkingunum , sum onnur hava skrivað um hann í 2015 Halt kjaft , sum tú ert ljótur , Lars . Tú hevur sagt nokk av lorti . Ófatiligt , at nakar velur teg , lygnari . Týskarasvín . Í almennu nýggjársrøðuni umrøddi Lars Løkke Rasmussen, at politikarar hava ein trupulleika við trúvirðinum. Hendan trupulleika eiga politikarar ein part av ábyrgdini av sambært Lars Løkke Rasmussen, tí tað eru ov nógv lyftisbrot, persónsmál og einfalt samskifti millum politikarar. Men veljararnir hava eisini ábyrgd , vísir forsætisráðharrin á í síni alternativu nýggjársrøðu Eg gelði meg til fleiri samrøður og kjak við stuðlar og mótstøðufólk á sosialu miðlunum í 2016. Tí missa vit evnini at tosa saman, missa vit eisini nakað, sum er sera dansk. Um eg skal siga tað greitt, so missa vit tað serliga við okkara fólkaræði. Tað má ikki henda , sigur Lars Løkke Rasmussen. Facebook er størsti kjakpallurin í Danmark. Men tað er eisini eitt stað , har ein má tola nógv . Hetta sigur danski forsætisráðharrin Lars Løkke Rasmussen, sum í dag hevur lagt eina alternativa nýggjársrøðu út á sín Facebook vanga . Í røðuni lesur forsætisráðharrin nakrar av viðmerkingunum , sum onnur hava skrivað um hann í 2015 Halt kjaft , sum tú ert ljótur , Lars . Tú hevur sagt nokk av lorti . Ófatiligt , at nakar velur teg , lygnari . Týskarasvín . Í almennu nýggjársrøðuni umrøddi Lars Løkke Rasmussen, at politikarar hava ein trupulleika við trúvirðinum. Hendan trupulleika eiga politikarar ein part av ábyrgdini av sambært Lars Løkke Rasmussen, tí tað eru ov nógv lyftisbrot, persónsmál og einfalt samskifti millum politikarar. Men veljararnir hava eisini ábyrgd , vísir forsætisráðharrin á í síni alternativu nýggjársrøðu Eg gleði meg til fleiri samrøður og kjak við stuðlar og mótstøðufólk á sosialu miðlunum í 2016. Tí missa vit evnini at tosa saman, missa vit eisini nakað, sum er sera dansk. Um eg skal siga tað greitt, so missa vit tað serliga við okkara fólkaræði. Tað má ikki henda , sigur Lars Løkke Rasmussen. Fiskimálaráðið hevur staðiliga boða stjóranum á Ocean Group Faroes, Alexander Wilhelm, frá at koma inn í Fiskimálaráðið, tí tað tænir ongum endamálið. Mikudagin 2. desember og mándagin 7. desember vóru telefonfundir millum partarnar, har Alex Wilhelm fekk at vita, at Fiskimálaráðið enn viðgjørdi umsóknina frá Ocean Group Faroes. Týsdagin 8. desember kom Alex Wilhelm inn í Fiskimálaráðið, tí hann var ikki nøgdur við boðini frá Fiskimálaráðnum. Hann fekk tó at vita, at Fiskimálaráðið enn viðgjørdi umsóknina frá felagnum. Undirritaði hevði boðað Alex Wilhelm staðiliga frá at koma á gólvið, tí tað tændi ongum endamáli, tá Alex hevði fingið greið boð, eins og at vit høvdu regluligt samband í telefonini, tað merkti undirritaði og Alex. Ynski mítt varð ikki gingið á møti. Alex kom kortini inn á gólvið og í stuttari samrøðu endurtók undirritaði boðini um, at niðurstøða verður gjørd í hesi vikuni standa við og undirritaði hevur onki at leggja afturat . Fríggjadagin 11. desember var aftur ein telefondundur millum partarnar. Enn eina ferð heitti aðalstjórin á reiðaran um, at tað nyttaði ikki at halda fam at halda fundir. Partarnir samdust um, at lítil nytta var í, at Alex Wilhelm og Fiskimálaráðið tosaðu í telefon. Alex Wilhelm nevndi møguleikan at hava fund. Rógvi Reinert svaraði, at um fundur skuldi vera, so mátti Alex Wilhelm, ella umboð fyri felagið , hava nakað nýtt at leggja í málið. Ella var onki endamál at hava fund . Mánadagin 14. desember var so aftur tveir telefonfundir millum partarnar, og heitti Alex Wilhelm enn eina ferð á Fiskimálaráðið um at hava ein fund dagin eftir. Fiskimálaráið boðaði frá, at fyrst mátti Fiskimálaráðið fáa alt nytt tilfar í málinum skrivliga. Eftir tað kundu partarnir avtala ein fund. Eyðfinn Magnussen, lívfrøðingur, hevur eins og undanfarin ár talt saman talið av skotnum harum. Og í ár hevur ikki tikið so langa tíð at talt, sum onkuntíð fyrr. Eyðfinn Magnussen roknar við, at um eina viku ella tvær, er alt skrásett. Tá fer talið av skotnum harum at liggja um 3000 metir hann. Tað er ein triðingur av tí, sum bleiv skotið í fjør. Eyðfinn Magnussen, lívfrøðingur, hevur eins og undanfarin ár talt saman talið av skotnum harum. Og í ár hevur ikki tikið so langa tíð at talt, sum onkuntíð fyrr. Eyðfinn Magnussen roknar við, at um eina viku ella tvær, er alt skrásett. Tá fer talið av skotnum harum at liggja um 3000 metir hann. Tað er ein triðingur av tí, sum bleiv skotið í fjør. Sangurin eitur My Body is a Cage og er upprunaliga skrivaður av bólkinum Arcade Fire í 2007. Greta er ikki tann fyrsta at endurútgeva lagið, sum eisini varð útgivið av Peter Gabriel í 2010. 2015 gjørdist árið við stjórnarskifti Tinganesi. Alivinnan, sum hevur havt vind í seglini síðstu árini, varð móti ársenda rakt av politiskum brotasjógvum. Alt farandi árið varð tosað um eina fiskivinnunýskipan. 2015 var eisini árið, tá oljuprísurin kavaði og oljuvinnan her um okkara leiðir mátti repa seglini. Kommunurnar skuldu lofta eldraøkinum, sum landið higartil hevði tikið sær av. Fólkatalið setti met, og vit nærkast nú 50.000 fólkum í Føroyum. Samstundis varð av álvara sett fokus á, at nøkur í vælferðarsamfelagnum Føroyar hava so dánt til dagin og vegin, eisini føroysk børn liva í fátækradømi. Viðurskiftini millum Saudi Arabia og Iran eru sera spent, eftir at stýrið í Saudi Arabia í gjár avrættaði shiamuslimska leiðaran Nimr al Nimr, sum síðani 2011 hevur verið ein av leiðandi persónunum í shiamuslimsku mótstøðurørsluni móti stýrinum í tí sunni muslimska Saudi Arabia. Nimr al Nimr var bara ein av 47 fólkum, sum stýrið í Saudi Arabia í gjár avrættaði tey avrættaðu vóru løgd undir at vera yvirgangsfólk. Men Nimr al Nimr var ein kendur leiðari, sum eitt nú hevði brúkt 10 ár av sínum lívi at lesa teologi í Iran, áðrenn hann flutti aftur til Saudi Arabia, har hann var virkin í mótstøðurørsluni móti landsins stýri. Saudiarabiska stjórnin kemur at gjalda ein høgan prís fyri henda politikkin, segði ein talsmaður fyri stýrið í Teheran beint eftir avrættingina. Og í morgun halda hvøssu orðini úr iranska høvuðsstaðnum fram. Saudiarabiska stýrið verður rakt av guddómmiligari hevnd, segði andaligi leiðarin í Iran, ayatollah Ali Khamenei, í iranskum sjónvarpi. Í morgun roynir ST aðalskrivarin Ban Ki moon at slætta sjógv. Aðalskrivarin heitir á allar leiðarar í økinum at hava friðin í huga og ikki koyra bensin á bálið við útsøgnum um avrættingarnar. Tað hendir, hóast oljuprísurin er metlágur og lítið av oljupengum verða settir í grunnin. Bara síðani í september eru inntøkurnar øktar næsta eina hálva milliard. Eins og fleiri undanfarin ár eru bestu kjansirnir við nótaskipunum. Í fjør var miðalhýran umborð á einum nótaskipi 8197 krónur um dagin. Nótaskipini hava tó vanliga fleiri manningar, ið býta túrarnar og harvið hýruna millum sín. Eisini í 2014 var manningaparturin við einum nótaskipi stívliga 1,6 millión. Men tá fiskaðu skipini í meðal 222 dagar, og tí var meðalhýran fyri hvønn dagin lægri, hon var knappar 7200 krónur. Tí ber til at siga, at dagslønin við einum nótaskipi hækkaði 14 prosent í fjør, upp í knappar 8200 krónur. Næst bestir í fjør vóru ídnaðartrolararnir. Har var miðalhýran 7044 krónur fyri hvønn fiskidag. Tað eru heili 46 prosent meira enn í 2014. Men hjá hesum skipabólki vóru dagarnir til fiskiskap tó í meðal 36 færri í fjør enn árið fyri, og tí gjørdist miðal manningarparturin áleið tann sami bæði árini 977.000 í fjør móti 946.000 í fyrraárð. Eisini manningarnar við rækjutrolarunum høvdu eitt betri ár í fjør enn í fyrraárið. Miðalhýran fyri hvønn dag til skips var í fjør 3800 krónur, tað eru 11 prosent meira enn árið fyri. Rækjutrolararnir vóru í meðal 227 dagar í vinnu í fjør, og manningarparturin var tí 857.000 krónur. Av tí at dagarnir vóru heldur færri í fjør enn árið fyri, er manningaparturin bæði árini áleið tann sami. Bæði teir stóru og teir smáu ísfiskatrolararnir høvdu eitt betri ár í fjør enn árið fyri. Dagslønin var ávíkavist 2140 krónur og 1843 krónur við hesum skipum, og tað eru ávíkavist seks prosent og 13 prosent meira enn árið fyri. Sambært hagtølunum hjá Fiskimannafelagnum eru lægstu miðal hýrurnar framvegis umborð á garnaskipunum og ísfiskalínuskipunum her vóru manningarpartarnir ávíkavist 347.000 og 307.000 krónur. Fiskimannafelagið hevur eisini sett upp lutfallið millum eina dagløn umborð á ymsu skipabólkunum, sammett við eina dagløn fyri átta tímar arbeiði á landi. Tímalønin á landi var í fjør knappar 135 krónur, frítíðarløn íroknað. Tað gevur 1079 krónur um dagin. Eftir hesum leisti fáa fiskimenn við ísfiskatrolarum áleið dupult so nógv fyri hvønn arbeiðsdag umborð, sammett við arbeiðsfólk á landi. Teir við rækjutrolarum fáa útvið fýra ferðir so nógv, teir við flakatrolarum fimm ferðir so nógv, teir við ídnaðartrolarum sjey ferðir so nógv og teir við nótaskipum átta ferðir so nógv í løn, sammett við arbeiðaran á landi. Fiskimannafelagið vísir á, at munurin er at rokna sum tann viðbót, sum fiskimenn fáa fyri teirra arbeiðstíð útyvir átta tímar, fyri at arbeiða allar dagar í vikuni og so framvegis. 2015 gjørdist eitt kreppuár fyri ES. Yvir ein millión flóttafólk komu til samveldið, í Paris vóru tvær yvirgangsatsóknir, Grikkaland fór mestsum á húsagang og viðurskiftini við Rusland versnaðu munandi. Flóttafólkastreymurin fer uttan iva at halda fram, og atsóknir frá víðgongdum fólkum hótta alla tíðina, og smá útlit eru fyri linka á markinum eystureftir. Holland hevur formansskapin í ES fyrra hálvár, og landið skal standa á odda fyri krevjandi samráðingum, bæði í samveldinum og uttanfyri samveldið, sigur Mark Rutte. Landið hevur longu lagt upp til, at bæði løgmálaráðharrarnir og innanríkisráðharrarnirí ES skulu hava tvær ferðir so nógvar fundur fyrra hálvár, sum talan var um í fjør. Fyrsta stóra málið verður at fáa gongd á aftur Schengen samstarvið, sum var ivasamt ímóti ársenda, og ein felags semja skal finnast um marknaeftirlit og sjóverjuna. Hiugartil hava skipaninar ikki eydnast serliga væl, og tað merkist serliga væl í Grikkalandi og í Italia, har flestu flóttafólkini koma. Es er hótt av nógvu flóttafólkunum, og enn merkja fólk ikki so nógv til gonjgdina, sigur norski forsætisráðharrin, Erna Solberg við norska kringvarpið. Tí mælir hon til at finna loysnir, og hon leggur aftrat, at Noreg, sum ikki er limur í ES, átekur sær størri ábyrgd enn fleiri av ES londunum gera. Forsetin í ES tinginum, Martin Schulz, sigur seg stúra mest fyri, at víðgongdir flokkar fara at vinna fram sum avleiðing av støðuni, og tað gagnar ongum, sigur hann. Ein onnur stór avbjóðing er bretska støðan til ES. Landið vil hava meir vald flutt aftur til Bretlands, og David Cameron, forsætisráðharri, hevur millum annað kravt, at fólk úr øðrum ES londum, ikki uttan víðari kunnu fáa vælferðartænastur í Bretlandi. ES fer at hava fund um bretsku krøvini í februar, og eftir samráðingarnar verður fólkaatkvøða í Bretlandi, sum kann hava við sær, at Bretland fer úr ES. Aftur í fjør setti norski útflutningurin av fiski met. Hvussu stórur útflutningurin var, er ikki gjørt upp, men seinast í november høvdu norðmenn útflutt fiskavørur fyri meir enn 67 milliardir krónur Tað eru Poland, Frakland og Danmark sum keypa mest av norsku fiskavørunum, og saman við Svøríki og Hollandi keypa tey fimm londini meir enn 40 prosent. Hildið verður, at lúsin kostaði norsku alivinnuni einar 5 milliardir krónur í fjør, tað var tvær ferðir so nógv sum í 2014. Og av tí sama er eingin vøkstur í norsku alivinnuni. Seks ár eftir at borgarakríggið í Sri Lanka endaði, hevur forsetin boðað frá, at 100.000 fólk sum framvegis búgva í legum, skulu fáa ein jarðarteig. Tað skal gerast áðrenn seks mánaðir eru farnir, sigur Sirisena, forseti. Eg veit at talan er um eitt stórt mál at seta sær, men eg ætli at fullføra tað, so fólk sum einki hava, kunnu byrja eina nýggja tilveru, sigur hann. Borgarakríggið í Sri Lanka, ímillum tamilsku tikararnar og stjórnarherin byrjaði í 1983, og endaði ikki fyrr enn stjórnarherurin vann stríðið í 2009. Í eini frágreiðing, sum ST almannakunngjørdi í fjør, framdu báðir partar í stríðnum kríksbrotsverk, og ST hevur heitt á myndugleikarnar í Sri Lanka um at fáa sett ein serligan dómstól, við altjóða dókarum, sum skulu avhoyra fólk sum eru undir illgruna fyri kríksbrotsverk. Tamilarnir eru umleið 15 prosent av fólkinum í Sri Lanka, meðan singalesarar eru 75 prosent. Tamilar eru í meiriluta á norðara partinum av oynni. Í 1972 kravdu tamilarnir sjálvstýri, og tá tað ikki bar til, var felagskapurin, LTTE, stovnaður í 1976. Stríðið harðnaði til 1983, tá veruligt borgarakríggj brast á. Kríggið kravdi umleið 100.000 mannalív. Í 2002 varð ein vápnahvíld fingin í lag, sum Noreg slóðaði fyri, men longu árið eftir boðaðu tamilsku tikararnir frá, at vápnahvíldin ikki var galdandi longur. Í 2008 boðaði stjórnin frá tí sama, og setti sær fyri at gera enda á borgarakrígnum. Tað hevði ógvusligt kríggj við sær til í mai í 2009, tá tamilsku tikararnir máttu leggja vápnini. Stríðið seinasta árið kostaði minst 40.000 mannalív, upplýsir ST. Hagtøl hjá Fiskimannafelagnum siga, at smáir trolarar og línuskip fingu 13 prosent meira fyri fiskin í fjør, og stóru trolararnir fingu 21 prosent meira enn í 2014. Fiskimannafelagið hevur yvrilit yvir fiskaprísirnar heilt aftur til 1995 í ársfrágreiðingini fyri 2015. Sambært teimum, so hava trolararnir ikki fingið betri prís enn í fjør hesi 21 árini. Men tað hava línuskipini. Nógv tann besti prísurin, sum línuskip hava fingið síðani 1995, var í 2007. Tá var miðalprísurin fyri kilo 16,44 krónur Í fjør var hann 14,07 krónur Trý onnur ár fingu línuskipini eisini meira fyri fiskin enn í fjør. Vit føroyingar elska at syngja, og vit syngja allan dagin, um vit sleppa. Í útvarpinum eru nógvir sangir, og vit syngja hart við, tá ið vit kenna ein. Sjálvandi eru eisini nógvir føroyskir sangir, sum vit syngja. Men hvaðan koma hesir sangir Og hvør er søgan um sangin Í Føroyum búgva nógvir yrkjarar, sum skriva orðini, og tónasmiðir, ið gera løgini til yrkingarnar, og so skulu hesi bara finna saman. So um tú kundi hugsað tær at vita meira um til dømis sólarmyrking, havið, sansirnar, krabbamein, val ella okkurt heilt annað, vel so bara Tema, og set teg væl til rættis. Á midnátt kom marknaeftirlitið millum Danmark og Svøríki í gildi. Og tað er í hesum tímunum, at skipanin av álvara sleppur at royna seg. Formaðurin fyri Pendleraklubbanum Kystbanen, Michael Randropp, mælir fólki, ið ferðast í toki, til at hava samleikapappírini klár. Fyri pendlaran merkir tað, at tað fer at taka longur tíð nú at ferðast við toki millum Svøríki og Danmark. Fleiri fjølmiðlar skriva, at tað gongur striltið at fáa fólk gjøgnum marknaeftirlitið. Í fráboðan klokkan gott seks í morgun boðaði danska jarnbreytarverkið, DSB, frá, at marknaeftirlitið virkar sum ætlað og bert smávegis trupulleikar hava verið. D455 Gongustjørnan hjá stjørnutjóvinum ll Prinsurin og revurin hava funnið stjørnutjóvin, men nú mugu teir fáa hann at sleppa stjørnunum leysum aftur, so javnvág fæst aftur á gongustjørnuni. Italska stjórnin samtykti í desember nýggja umhvørvislóg, skrivar Roma Today. Tveitir tú tyggigummi ella annað smátt burturkast frá tær, fært tú, sambært nýggju lógini, millum 30 og 150 evrur í bót. Tað er týdningarmikið stig í sambandi við avtaluna, sum varð samtykt á veðurlagsráðstevnuni, COP21, í Paris, sigur italski umhvørvismálaráðharrin, Gian Luca Galetti. Umframt at geva teimum bøtur, sum tveita burturkast á vegin, fáa kommunur, sum hava góðar skipanir fyri burturkast, viðurkenning. Skatturin í kommunum, sum einki gera fyri umhvørvið, verður hækkaður. B 370 Gongustjørnan hjá Globylum Revur er ræðuliga bangin í myrkri og hann ræðist hæddir eisini og so er hann øðiliga móður og vil sleppa at hvíla seg. Men prinsurin hevur ikki tíð at bíða. Men kanska hann veit onkur góð ráð Tað upplýsir hernaðarløgreglan í Fraklandi, sambært AFP. Tey vóru bæði royndir fjallaklintrarar. Skalvalopið byrjaði í 3.200 metrar hædd. Skalvalopið kom eftir at nógvur kavi varð lagstur við Grands Montets, sum er vælkent skíðøki. Grands Montets er ein av tindunum í fjallarøðini við Mont Blanc. Ein triði persónur, eisini úr Litvia, varð eisini tikin í skalvalopinum, men slapp frá hendingini uttan snuddir. Hetta er fyrsta álvarsliga skalvalop í fronsku alpunum henda veturin. Kringlan er ein eldri sending, har vit vitja ymisk støð, hoyra um viðkomandi tiltøk og práta við fólk, sum vita um alt millum himmal og jørð. Í Lova mær við sleppa Jonna og Elin við, tá ið børn uppliva okkurt serstakt. Børn senda brøv og siga, hvat tey gera. Onkuntíð eru VIT á vitjan í flokkinum ella heima hjá onkrum, og aðrar tíðir fara VIT við børnum út at royna okkurt nýtt og spennandi. Á ovastalofti hjá Jensinu er sera spennandi at vera, tí har er ein rúgva av erkjum og gomlum tingum, sum øll hava eina søgu ella eitt endamál. Mest sermerkta við ovastaloftinum er helst, at bamsan Snúti býr har uppi, og hon hevur nógvar søgur at siga, tí lívið sum bamsa er ikki heilt eins og tað hjá okkum fólkum. So vit vita, at vit hava okkurt gott í væntu, tá Jensina sigur Summar sendingar í barnaútvarpinum hoyra ikki júst til nakað tema ella nakran bólk, so um tú ikki finnur sendingina aðrastaðni, er hon helst at finna her Eilif Samuelsen er fuglfirðingur, sum hevur búð í Havn í 50 ár. Hann hevur arbeitt sum lærari, verið fakfelagsformaður og bæði løgtings og landsstýrismaður. Hann varð føddur inn í Sambandsflokkin. Abbi hansara var sjálvur Andrass Samuelsen, sum var oddmaður floksins eitt mannaminni. Eilif er sonur Steingrím Samuelsen, sum tók við sum sýslumaður í Fuglafirði eftir Andrass. Mamman var Lena, dóttir Jákup á Høvdanum í Fuglafirði. Mamma Eilif Samuelsen sang altíð, og frá henni fingu børnini hugin til tónleik og sang. Her er tann fyrsta av seks sendingum, har Eilif Samuelsen er gestur hjá Jógvani Arge. Hetta er neyðugt fyri at ansa eftir Danmark. Tað boðaði Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, frá á tíðindafundi um middagsleitið. Svøríki setti í morgun eisini markaeftirlit í verk við brúnna um Oyrasund. Noreg og Finnland hava eisini sett ávís tiltøk í verk fyri at tálma flóttafólkastreyminum til londini. Í fráboðanini viðurkennir forsætisráðharrin, at talan er um eitt stórt stig at taka. Lars Løkke Rasmussen sigur samstundis, at hetta er neyðugt fyri at ansa eftir Danmark, sum hann tekur til. Flest øll flóttafólk koma til Danmarkar og hini norðurlondini koma umvegis dansk týska markið. Bara síðan september eru fleiri enn 90.000 flóttafólk komin til Danmarkar umvegis týska markið. 13.000 av teimum 90.000 flóttafólkunum hava søkt um friðskjól í Danmark og restin hevur hildið leiðina fram til millum annað Svøríks og Noregs. Í fyrsta umfari verður talan um at hava eftirlit við týska markið í 10 dagar, men hetta kann tó leingjast upp til fleiri ferðir 10 dagar. Føroyar, ár 1562. Magnus Heinason ætlar sær út í heimin. Hann droymir um vandamiklar sjóferðir og bardagar við sjórænarar. Hann er sterkur og djarvur fúsur at hjálpa vinum sínum og berjast við fíggindar sínar. Einki kann forða honum roysnisbrøgd eru í væntu. Eilif Mortanson hevur skrivað bókina Magnus Heinason Ein sjógarpur. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 1992. Páll Danielsen lesur og Dánjal Tavsen gjørdi ljóðmyndina. Allarflestu føroyingar halda seg hava góða heilsu, serliga tey við hægri útbúgving. Og 30 prosent hava ikki drukkið rúsdrekka seinasta árið. Tað vísir spurnarkanningin, sum Fólkaheilsuráðið gjørdi í heyst av heilsustøðuni hjá føroyingum. Ein trupulleiki við kanningini er tó, at svarprosentið er so lágt. Tað vísa tey fyrstu úrslitini av fólkaheilsukanningini Hvussu hevur tú tað , sum Fólkaheilsuráðið í fjør skipaði fyri. Fólkaheilsuráðið sendi í summar eitt rúgvusmikið spurnarblað út til 4.559 føroyingar, sum vórðu tilvildarliga vald úr Landsfólkayvirlitinum. Fólkaheilsuráðið hevur gjørt nøkur av svarunum upp, og sambært teimum, so stendur ikki so illa til viðvíkjandi heilsustøðuni hjá føroyingum. Heili 75 prosent av føroyingum halda seg hava góða ella stak góða heilsu. Serliga eru tað fólk við langari útbúgving, sum lata væl at heilsuni, sammett við tey, sum hava stutta útbúgving. Eldri fólk gerast, verri lata tey at heilsuni. Fólkaheilsuráðið hevur eisini spurt um onnur viðurskifti, millum annað royking, rúsdrekkanýtslu, kropsliga venjing, vekt, sjúku og kynslív. Viðvíkjandi rúsdrekka, so sær tað út til, at lutfalsliga nógvir føroyingar ikki smakka sær á. Tá fólk vóru spurd um tey hava drukkið alkohol teir seinastu 12 mánaðirnar, svara 30 prosent, at tað hava tey ikki. Tað vil siga næstan ein triðingur av øllum føroyingum yvir 18 ár hevur slettis onki rúsdrekka drukkið í eitt ár. Og ikki nóg mikið við tí. Tað sær heldur ikki út til at fólk taka so rívan til, tá tey drekka. 59 prosent svara, at tey sjáldan drekka meira enn fimm alkoeindir við sama høvi. Og so er tað roykingin. Har siga 19,1 prosent, at tey roykja hvønn dag. Hetta er nakað meira enn í Danmark, har 17 prosent roykja hvønn dag. Kanningin vísir, at tað eru tey 25 til 34 ára gomlu, sum roykja mest. Men spurningurin er, hvussu nógv hesi úrslitini hjá Fólkaheilsuráðnum kunnu brúkast til. Tí bara 48,2 prosent av teimum, sum fingu spurnarblaðið sendandi, hava svarað tí. Serliga eru tað menninir, sum hava verið trekir at svara spurningunum. Bara gott 41 prosent av monnunum og 56 prosent av kvinnunum hava svarað spurnarblaðnum, sum fevnir um 112 spurningar á tilsamans 38 síðum. Hoyr alla samrøðuna við Pál Weihe, formann í Fólkaheilsuráðnum, ið hevur gjørt fólkaheilsukanningina, ið skal geva ábendingar um, hvussu føroyingar hava tað. Tað var í desember, at Turið var í Eysturríki, har hon royndi seg í kappingini at gerast Miss Earth 2015. Har rakk tó ikki til finalupláss, men hon hevur fingið ein uppliving fyri lívið. Hygg at innslaginum her, sum var send í nýggjársendinginini Í fjør væntaði landið sær 11 milliónir krónur í vinningsbýti frá Realinum, men fekk ikki eitt oyra. Realurin noktar ikki at gjalda. Men sum sjálvsognarstovnur vil hann ikki gjalda øðrum vinningsbýti, men heldur eykaskatt. Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, væntar, at málið verður loyst í fyrra hálvári 2016. Tað er framvegis ein trupulleiki hjá Landssjúkrahúsinum, at sjúklingar, sum eru liðugt viðgjørdir, verða liggjandi á sjúkrahúsinum, tí einki umlættingartilboð er til teirra. Tríggir fjórðingar av teimum, sum svaraðu Fólkaheilsuráðnum í fjør, høvdu verið hjá kommunulækna seinastu 12 mánaðirnar. Fleiri kvinnur enn menn fara til lækna, sambært kanningini. Nøkur fáa góð ráð frá kommunulæknanum. Knappliga 19 prosent fingu tey ráðini at røra seg meira, og 12 prosent fingu at vita, at tey eiga at viga minni Knappliga 12 prosent fingu at vita, at tey eiga ikki at leika so nógv í, og 7,7 prosent fingu at vita, at tað er best fyri tey at gevast at roykja. Ein talsmaður fyri týsku marknaløgregluna í Bayern sigur við Danmarks Radio, at tað bara eru heilt fá flóttafólk og tilflytarar, sum nú brúka Týskland sum millumlið fyri at koma til Norðurlond. Tey, sum ikki søkja friðskjól í Týsklandi, men vilja halda fram norðureftir, verða í stundini send aftur til Eysturríkis, sigur Frank Koller sambært DR. Talsmaðurin sigur, at hetta er eitt tiltak, sum týska marknapolitiið hevur sett í verk, ikki minst fyri at vísa umhugsni fyri skandinavisku grannalondunum. Føroyar, ár 1562. Magnus Heinason ætlar sær út í heimin. Hann droymir um vandamiklar sjóferðir og bardagar við sjórænarar. Hann er sterkur og djarvur fúsur at hjálpa vinum sínum og berjast við fíggindar sínar. Einki kann forða honum roysnisbrøgd eru í væntu. Eilif Mortanson hevur skrivað bókina Magnus Heinason Ein sjógarpur. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 1992. Páll Danielsen lesur og Dánjal Tavsen gjørdi ljóðmyndina. Føroyar, ár 1562. Magnus Heinason ætlar sær út í heimin. Hann droymir um vandamiklar sjóferðir og bardagar við sjórænarar. Hann er sterkur og djarvur fúsur at hjálpa vinum sínum og berjast við fíggindar sínar. Einki kann forða honum roysnisbrøgd eru í væntu. Eilif Mortanson hevur skrivað bókina Magnus Heinason Ein sjógarpur. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 1992. Páll Danielsen lesur og Dánjal Tavsen gjørdi ljóðmyndina. Onnur og seinna sendingin um kvinnur í elektroniskum tónleiki. Hesar eru millum annað Wendy Carlos, Suzanne Ciani, Laurie Spiegel, Laurie Anderson og Carla Scaletti. Partarnir sendu boð eftir Semingsstovninum beint fyri jól, tí teir blivu ikki samdir um nýggjan sáttmála fyri tann, sum fór úr gildi 1. oktober í fjør. Eyðfinn Jensen er tónleikasamskipari í Kringvarpi Føroya. Sambært honum komu millum 45 og 50 tónleika útgávur í fjør. Tað er nakað meira enn í fyrraárið, ein vøkstur á umleið tíggju prosent. Í morgunsendingini tosaði hann um mongu útgávurnar, umframt at hann greiddi frá nøkrum útgávum, sum eru ávegis, eitt nú Laila av Reyni, Lena Andersen, 200, Guðrið Hansdóttir, Greta Svabo Bech og Swangah. Árið í ár hevur eina rúgvu av spennandi ítróttartiltøkum. Um minni enn tvær vikur byrjar EM í hondbólti hjá monnum, seinni í ár eru bæði EM endaspælið í fótbólti hjá monnum, Tour de France, Olympisku Leikirnir og mangt annað. Niðanfyri er ein listi við ítróttarhendingum, sum eru á skrá í 2016 15. 31. januar EM endaspælið í manshondbólti 13. februar Steypafinalur í hondbólti 20. februar Steypafinalur í flogbólti 5. mars Fótbóltslandskappingin, Effodeildin, byrjar 11. 12. mars FM í svimjing á langgeil 20. mars Formel 1 kappkoyring byrjar 2. apríl FM dagur í badminton, borðtennis og judo 20. og 23. apríl FM finalur í hondbólti møguliga ein triðji finaludagur verður 24. apríl 5. 8. mai FM í svimjing á stuttgeil 16. mai FM í estetiskum fimleiki 28. mai Champions League finalan í fótbólti 4. juni Kappróðrarárið byrjar 10. juni 10.juli EM í fótbólti 2. juli 24. juli Tour de France, súkklukapping 6. juli EM í svimjing fyri juniorar 5. 21. august Olympisku leikirnir 27. august Steypafinalurnar í fótbólti hjá kvinnum og monnum 29. 30. august FM í frælsum ítrótti 6. september Fótbóltslandsdystur Føroyar Ungarn 7. oktober Fótbóltslandsdystur Letland Føroyar 10. oktober Fótbóltslandsdystur Føroyar Portugal 13. november Fótbóltslandsdystur Sveis Føroyar 4. desember EM endaspælið í kvinnuhondbólti byrjar Bogi Hansen telist millum fremstu havgranskarar í heiminum. Hann fylti 70 ár herfyri, men hevur ongar ætlanir um at gevast við gransking síni av havstreymunum kring Føroyar, sum hava stóran týdning fyri veðurlagið í øllum heiminum. Hon er lærari í forskúlanum í Skúlanum á Argjahamri á Argjum. Har fara tey nú, triðja árið á rað, at hava forskúla. Har arbeiða bæði lærarar og námsfrøðingar, og alt, sum næmingarnir gera, tekur útgangsstøði í spæli. Í miðal koyrdu 2.463 bilar um samdøgrið í Norðoyatunlinum í fjør, 153 fleiri enn í 2014. Í Vágatunlinum vóru í miðal 1.865 bilar um samdøgrið, 41 fleiri enn í 2014. Nú hava yvir 14,4 milliónir bilar koyrt undir Vestmannasundi og Leirvíksfirði, síðani tunlarnir vóru lidnir ávikavist 10. desember í 2002 og 29. apríl 2006. Bara í tveimum aðalráðum er eingin fráfaringaravtala gjørd. Almannamálaráðið gongur á odda, tá avtalur verða gjørdar við stjórar og leiðarar um at fara úr starvinum. Seinastu fimm árini eru gjørdar 16 fráfaringaravtalur við almennar stjórar og leiðarar. Tær hava kostað landskassanum góða hálva sjeyndu millión krónur. Tá er sáttmálabundin uppsagnarløn, vanliga í seks mánaðir, tald við. Tað upplýsir Aksel V. Johannesen, løgmaður, í svari til Kára P. Højgaard, løgtingsmann. Í Almannamálaráðnum eru gjørdar seks fráfaringaravtalur, fýra í Heilsu og innlendismálaráðnum, sum tað eitur nú, tvær í Uttanríkis , vinnumála og Samferðslumálaráðnum, Mentamálaráðnum og í Fiskimálaráðnum. Í Fíggjarmálaráðnum og á Løgmansskrivstovuni eru ongar fráfaringaravtalur gjørdar seinastu fimm árini. Tað kostar at sleppa sær av við stjórar og leiðarar. Hóast Almannamálaráðið hevur flestar fráfaringaravtalur hesi fimm árini, kostaðu tær minni enn tær fýra hjá Heilsu og innlendismálaráðnum, eina millión og 657.000 krónur, móti tveimum milliónum og 582.000 krónum. Sambært løgmanni, sum hevur spurt Fíggjarmálaráðið, almenna arbeiðsgevaran, kosta fráfaringaravtalur ofta landinum samanumtikið minni enn ein uppsøgn uttan avtalu, sum til dømis kann enda í rættinum. Sambært Fíggjarmálaráðnum er ikki loyvt at gera tað, sum eitur gyltar avtalur við tey, sum verða uppsøgd. Ein fráfaringaravtala skal samanumtikið, eisini fíggjarliga, vera betri loysn fyri landið og stovnin enn uppsøgn eftir vanligum reglum, sigur Fíggjarmálaráðið. Hægstirættur hevur staðfest, at loyvt er at gera fráfaringaravtalur og við teimum avtala seg leysan av fyrisitingarreglunum um millum annað hoyring. Fíggjarmálaráðið sigur eisini, at einki yvirlit finst um fráfaringaravtalur í partafeløgum, sum landið eigur einsamalt ella part í. Dýrasta fráfaringaravtalan í skjølunum, sum løgmaður kunnger saman við svari sínum, er ein, sum stendur í svarinum frá Heilsu og innlendismálaráðnum. Hon varð gjørd beint fyri jól í 2014. Uppsagdi stjórin fekk løn og eftirløn í 13 mánaðir umframt 15.000 krónur til advokat. Hendan fráfaringaravtalan kostaði landskassanum 976.800 krónur. Borgarstjórin í týska býnum K lln hevur kallað løgregluna saman til kreppufundar, eftir at eini 80 kvinnur hava meldað kynslig álop og rán framdan av monnum nýggjársaftan á høvuðsjarðnbreytarstøðini í býnum. Álopini vóru so mong, ógvuslig og eisini skipað, at týsku myndugleikarnir eru skelkaðir. Eini 1000 fullir og harðligir menn vóru uppi í álopunum, skrivar BBC. Greinin heldur fram niðanfyri. Løgregluovastin, Wolfgang Albers sigur, at talan er um eitt púrasta nýtt vavi av harðskapi. Menninir vóru av arabiskum ella Norðurafrikanskum uppruna, sigur løgregluovastin. Kvinnur vórðu eisini álopnar í Hamburg og Stuttgart nýggjársaftan. Men mongu harðsskapsálopini í K ln vóru meira ógvuslig, skriva týskir miðlar. Í minsta lagi ein kvinna varð neyðtikin, og krámað varð uppi í mongum øðrum. Flestu meldini snúgva seg um rán. Ein kvinnuligur hjálpari hjá politinum var millum tær, sum vóru fyri kynsligum álopum. BBC skrivar, at tað, sum hevur skelkað mest, er, at álopini tykjast at hava verið skipað. Eini 1000 menn komu til jarnbreytarstøðina í stórum bólkum, og eftir øllum at døma við tí í hyggju at fremja álop á kvinnur. Løgreglan roynir nú at fáa staðfest, um menninir høvdu skipað álopini á sosialu miðlunum frammanundan. Borgmeistarin í K ln, Henriette Reker, kallar álopini andstyggilig. Vit kunnu ikki lata hetta gerast eitt lógleyst øki, sigur hon við BBC. Henriette Reker, borgmeistari var stungin í nakkan í oktober, dagin fyri valið. Maðurin, sum er handtikin fyri álopið, var í øðini um tilflytarapolitikkin hjá Týsklandi, siga myndugleikarnir. Hvussu nógv lesa føroyingar, og hvørjar bøkur standa á føroysku bókahillunum Hoyr Kára Árting, stjóra í Rit og Rák, greiða frá føroysku lesivanunum. Vinnurekandi, sum hava tørv á at læna pengar, fáa nú ein møguleika afturat. Skipanin nevnist crowd funding , og merkir í stuttum, at fólk við pengum læna pengar út til tey, sum hava tørv á einum láni uttanum vanligu bankarnar. Minsti peningastovnur í landinum, Suðuroyar Sparikassi, bjóðar nú føroyskum vinnurekandi at læna pengar eftir hesum leisti. Sparikassin samstarvar við donsku fyritøkuna Flex Funding, sum síðsta árið hevur gjørt tað til sína sergreina at formidla pengar. Kommurnar fáa onga rokning frá landinum fyri at hava liðugt viðgjørdar sjúklingar á Landssjúkrahúsinum, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum. Semja er gjørd millum landið og kommunurnar um, at landið skal ikki áleggja kommununum fleiri gjøld í sambandi við eldraøkið, sum kommunurnar yvirtóku fyri einum ári síðani. Nýggi lánihátturin, sum Suðuroyar Sparikassi bjóðar, ger tað lættari hjá smáum fyritøkum at fáa lán. Men hjá tí, sum lænir pengarnar út, kann tað gerast ótrygt, halda eygleiðarar. Tøl frá Landssjúkrahúsinum vísa, at í fjør lógu níggju sjúklingar úr Tórshavnar kommunu, sum eru liðugt viðgjørdir, tilsamans 316 nætur á Landssjúkrahúsinum, tí umlættingarpláss eru ikki tøk. Nýggjársaftan varð seinasti sendarin sløktur á Loran C støðini á Eiði, sum í góð 56 ár trúfast hevur sent radiobylgjur til skip og flogfør. Regin W. Dalsgaard, formaður í Vinnuframa, sigur, at nýggju lánimøguleikarnir fáa serliga stóran týdning fyri íverksetarar, sum mangan hava ilt við at fáa lán úr bankum og íløgufeløgum. Eldur kom í í maskinrúminum á bingjuskipinum Arnarfelli í gjárkvøldið. Tað eydnaðist manningini at sløkkja eldin, og eingin fekk skaða. Arnarfell var 50 fjórðingar úr Immingham í Onglandi, tá eldur kom í. Arnarfell fekk ikki brúk fyri hjálp, og skaðin í maskinrúminum verður mettur, tá skipið er komið til Immingham. Tað ljóðar øvugt, men fráfaringaravtalurnar, sum landsstýrið ger við stjórar og leiðarar, sum tað vil sleppa sær av við, verða gjørdar fyri at spara landskassanum pengar. Tað siga løgmaður og Fíggjarmálaráðið. Í svari til Kára P. Højgaard, løgtingsmann, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, at hugsast skal um, hvussu eitt uppsagnarmál kann draga út og krevja orku. Málið kann draga so nógv út, at tað krevur eyka lønarútreiðslur, fyri ikki at tala um, hvussu krevjandi rættarmál um endurgjald kann vera. Fíggjarmálaráðið skrivar í vegleiðing um uppsøgn, at viðhvørt kann tað vera fyrimunur bæði fyri tann setta og setanarmyndugleikan, at fráfaringaravtala verður gjørd. Vanlig uppsøgn fylgir reglum í sáttmálum, og er harumframt ein fyrisitingarlig avgerð eftir fyrisitingarligu reglunum. Tá fráfaringaravtala verður gjørd, eru vit uttan fyri fyrisitingarligu reglurnar um hoyring og annað, sigur Fíggjarmálaráðið. Og ráðið leggur afturat, at Hægstirættur sigur tað vera í lagi at gera fráfaringaravtalur og soleiðis avtala seg leys av fyrisitingarreglunum. Treytin er tó, at myndugleikin ikki kann verða lagdur undir valdsreingjan. Samanumtikið kann fráfaringaravtala kosta landskassanum minni enn rættarmál og endurgjald. Men avtalan má kortini ikki kosta meira enn sannlíkt er, at ein dómur hevði kostað. Og ikki er loyvt at gera gyltar avtalur. Fráfaringaravtalan skal vera betri loysn fyri landið og stovnin enn uppsøgn eftir vanligu reglunum, sigur Fíggjarmálaráðið. Fíggjarmálaráðið, sum er almenni arbeiðsgevarin, skal góðkenna setanarsáttmálar hjá stjórum. Til beint fyri jól í 2013, tá Fíggjarmálaráðið strikaði hana, var áseting um fráfaringarsamsýning í standardsáttmálanum. Seinastu fimm árini eru gjørdar 16 fráfaringaravtalur í aðalráðunum. Tær kosta góðar 6,5 milliónir krónur Sjey umsóknir eru komnar til starvið sum kommunustjóri í Tórshavnar kommunu. Evsta mark at søkja starvið sum fremsta embætisfólk í Tórshavnar kommunu var hálvan desember. Kommunustjórin er næsti ráðgevi hjá býráðnum og borgarstjóranum. Starvið er bygnaðarliga skipað sum ovasti umsitingarleiðari hjá kommununi beint undir borgarstjóranum. Lønin hjá kommunustjóranum er góðar 54.000 umframt eina aðalstjóraviðbót, góðar 5.000 krónur. Tað vil siga tilsamans góðar 59.000 krónur um mánaðin. Rógvi og Drekin skuldu fara út at ferðast. Ferðin langa byrjaði á einum tanga, men tað gekk heilt galið ella nokkso galið. Myndatólið tók teir inn í myndatólið og so á bláman. Og so royna teir at finna útav, hvussu teir koma upp aftur úr sjónum. Ikki tí. Hvønn dag er okkurt spildurnýtt at síggja, sum teir ongantíð hava sæð fyrr. Hvørja ferð Rógvi fer út at svimja, ja, so kemur hann aftur við onkrum djóri. Hvat man tað vera fyri eitt djór hesaferð Og so hitta vit eisini SÓPA epladukkuna og abban eplaabban Í hesi barnasendingini síggja vit góðar filmar. Og læra bæði at trumma og tekna. Ert tú við Lív er vertinna. Í sendingini verður vístur ein stuttur góður filmur um happing, og aftaná koma leikararnir í sjónvarpsstovuna at greiða frá. Børn úr frískúlanum á Velbastað spæla við og tosa um filmarnar. So skulu vit eisini læra at tekna, og tí er neyðugt at hava pappír, blýant og tusj hjá sær, tá sendingin byrjar. Janus fer at vísa hvussu man teknar, og Brandur er trummulærarin, sum saman við Aldu, Vár og Poul Jóhan fara at trumma saman við øllum, sum hyggja. Setið tykkum væl til rættis, so skulu tit bara síggja og vónandi eisini læra, at tað væl ber til at trumma, hóast eingin trumma er. Øll kenna Angela og Hannibal og Ib Ulrik ella gera øll nú tað Her kanst tú fylgja teimum báðum á teirra ferðum, har tey vitja børn kring Føroya land. Undir Seinna heimbardaga neyðlendir ein flogskipari í Sahara oyðimørkini. Meðan hann stríðist við at umvæla flogfarið hjá sær, stendur knappliga ein pinkalítil drongur hjá honum Tann lítli prinsurin. Tann lítli prinsurin fortelur heilt ótrúligar søgur um síni ævintýr, og tey ævintýrini fara vit at uppliva í røðini sum Kringvarpið sendir. Hundraðtals fólk fyri tað mesta kvinnur mótmæltu í gjárkvøldið teimum mongu og ógvusligu kynsligu álopunum, sum bólkar av monnum framdu á kvinnur í K ln í Týsklandi nýggjársaftan. Kvinnur bóru tildømis skelti, har skrivað var Frú Merkel, hvar ert tú Hvat sigur tú Hetta ger okkum bangnar. Á øðrum skelti stóð Ímóti sexismu og ímóti rasismu. Týski samveldiskanslarin, Angela Merkel, hevur alment sagt, at álopini vóru andstyggilig, og at alt má gerast fyri at finna tey seku. Stóra vavi av álopunum, sum hesir fullu og harðligu ungu menninir framdu, hevur skelkað Týskland, og heitt alment kjak er nú í Týsklandi um tilflytarar og flóttafólk, sum í metstórum tali komu til landið í fjør. Men Henriette Reker, borgarstjóri í K ln, mælir fólki staðiliga frá at leypa fram av og gera ov skjótar niðurstøður um álopsmenninar. Løgreglan hevur ikki handtikið nakran enn, skrivar BBC. Vit vita ikki, hvørjir álopsmenninir eru, men vit vita, at løgreglan, sum var á staðnum helt, at talan fyri tað mesta var um ungar menn millum 18 og 35 ár av arabiskum ella norðurafrikanskum uppruna, sigur Wolfgang Albers, sum er politiovasti í K ln. Løgreglan í K ln hevur fingið í minsta lagi 90 fráboðanir um ágang og álop nýggjársaftan á høvuðsjarnbreytarstøðini hóskvøldið. Líknandi álop vóru eisini á kvinnur í Hamburg og Stuttgart, men ikki í so stórum vavi sum í K ln. Sum tað er gott at vakna og minnast dreymin, sum man droymdi, men viðhvørt er neyðugt at hugsa seg um fyri at minnast. Tá er gott at hava okkurt eitt ting ella eina tekning at minna seg á við. Okkurt við at eta, og sum smakkar væl, man ein sangur vera um tað Og so er tað hurðin.Loyniliga Loynihurðin gongur man gjøgnum hana, endar man altíð eina aðrastaðni. Men hvar Tey hava innrættað sær tað sera hugnaligt við lampum og tingum, tey hava funnið, og liva har í síni egnu Pipp verð. Hvør sending viðger eitt evni, eitt nú bilar, at sova, gamlar dagar, bamsur osfr. Jensina tosar við børnini og Ljóðfílin, syngur ein sang, fer ein túr ígjøgnum Loyniligu Loynihurðina, hittir onkur fólk har og fer síðani heim at gera eitt Pippting. Hugflog, litir og spontanitetur eru nøkur av lyklaorðunum. Mass Heini býr heima. Honum dámar best at sita inni og tekna. Bara sovorðnar strikur og rundingar og prikkar. Tað líkist ja, onkrum, men hann veit bara ikki hvørjum. Mamman heldur, at Mass Heini skal fara út og ikki bara sita inni. Mass Heini torir alt, og hann er yvirhøvur ikki nei, so slett ikki bangin fyri at fara út. Tí tá Mass Heini er úti, so er hann forbiðið skrappur og mega kul. Og so veit Mass Heini so nógv ja, næstan alt, alt alt um alt. Og tekur ongantíð feil, hóast hann tosar við stór klók fólk. Vertirnir eru í sjónvarpsstovuni, sum er eitt sindur sum ein sjónleikarapallur. Har er eitt borð, og á borðinum eru ymisk ting, eisini undir borðinum eru ymisk stuttlig ting í einum kassa. Harumframt hevur Bára eitt heilt stativ, har klæðir hanga á. Tingini og klæðini fara Bjørk, Rógvi og Bára at brúka og lata seg í, so tey síggja út sum ja, onkur annar. Í sendingini verður farið við til arbeiðis. Og tað er eitt arbeiðspláss, har børn ikki sleppa hvønn dag. Tað má altíð vera onkur vaksin við. Ein abbi, ella pápi, ella mamma, ella gumma. Og so er eisini nakað annað. Úti í føroysku náttúruni er so nógv at síggja um bara man hyggur Hygga síggj jú, har eru lítil kykt, vakrar blómur og kukkar og serstakur vøkstur og elligamalt grót. Alt hetta ber til at síggja og læra um. Bjørk, Rógvi og Bára fara eisini at siga frá stuttligum søgum, og vísa sjáldsamar tekni gátur. Og so eitt afturat. Hóast myndir eru í sjónvarpinum, so er altíð okkurt slag av ljóðið eisini har. Tí kemur eisini ein serligur gestur at gera ljóðið tað er ein tónleikari, sum spælir uppá sítt ljóðføri. Minnast tit jólakalendaran um Linus og Kláru og Núra og Ásu og Akaju, sum búgva í bygdini í Svingi Í Svingi er kavi og nógv trø. Og øll hava hug at halda jól og hugna sær, bæði stór og smá. Teir 24 partarnir eru serstakar søgur, sum vera sagdar við humor, hita, hugna og kærleika. Hóast filmurin er um tey, sum búgva í Svingi, so kundi tað næstan verið onkustaðni tætt við har tú býrt. Tí tað er sum um man kennir seg aftur. Til dømis at fáa pakkakalendara, at syngja í jólakóri og sovorðið. Men har er eisini ein, sum alla somlu tíðina finnur uppá okkurt ørt. Og viðhvørt er tað garvilt. Hyggið og síggið hvussu tað ber til allíkavæl, um bara man hjálpist at. Og so fáa tit, sum hyggja, vónandi nógv góð hugskot. Nógvar snildar loysnir, og eisini nógv góð ráð. Óttist ikki, men drívið á akkurát sum í Vaksa Vaksa. Eitt heilt fólk er knýtt at lagnuni hjá einum drongi. Í eini fantastiskari forsøguligari verð er nomadufólkið doodji ar á ferð til eitt ókent stað. Við teimum er Enyo, ein 12 ára gamal drongur, sum droymir um at gerast góður veiðumaður. Men lagnan hevur aðrar ætlanir við Enyo Hann skal vera shamanur og finna vegin til Tann gloymda dalin og bjarga Doodji fólkinum. Hvør partur liggur her á heimasíðuni í tvær vikur. Góðan morgun Føroyar spurdi í morgun Heina í Skorini, sum er Ph.D. lesandi í altjóða politikki, hvat vit kunnu vænta okkum í 2016 altjóða politikki viðvíkjandi. Tað fer at standa ráðharrum í Bretlandi frítt annaðhvørt at føra valstríð fyri ella ímóti í komandi fólkaatkvøðuni um nýggja avtalu við ES ella at kuta við felagsskapin. Tó sigur hann, at stjórnin tá nýggj avtala er fingin í lag við ES fer at gera eitt tilmæli til bretska fólkið um, hvussu tey eiga at atkvøða. Men tá tað er gjørt, so kann hvør einstakur ráðharri taka øðrvísi og persónliga støðu og samstundis framvegis verða partur av stjórnini. Fólkaatkvøðan um, hvørt Bretland skal verða verandi í ES skal haldast áðrenn 2018. Nakrir ráðharrar í stjórnini fara væntandi at mæla til, at Bretland meldar seg úr ES. BBC skrivar, at um Cameron hevði kravt felags støðu frá allari stjórnini, hevði hann verið noyddur at koyrt fleiri ráðharrar frá, sum hava aðra støðu til ES enn forsætisráðharrin. Ófærð eitur sjónvarpsrøðin, ein røð í tíggju partum á ein tíma hvør. Talan er um størstu íslendsku sjónvarpsframleiðsluna nakrantíð. Eina milliard íslendskar krónur hevur hon kostað, og er talan um íslendska framleiðslu burturav. Í Góðan morgun Føroyar greiddi Hans Tórgarð frá sínum leikluti í sjónvarpsrøðini og hvussu tað var, at vera partur av eini so stórari framleiðslu. Ein brellbiti fyri Ófærð sæst her . Sjónvarpsrøðin verður víst á RUV. Tveir partar eru vístir, fyrsti parturin varð vístur 27. desember. Allir ráðharrar í Danmark hava fingið áminning frá forsætisráðharranum um, at lógarmál, sum umfata Grønland, ikki mugu viðgerast í Fólkatinginum fyrr enn grønlendska sjálvstýrið er hoyrt. Tað stendur í sjálvstýrislógini. Orsøkin til brævið frá Lars Løkke Rasmussen til hini í ríkisstjórnini, er broytingin í revsilógini um aldursmarkið fyri videoavhoyring av børnum og ungum. Aaja Chemnitz, fólkatingskvinna, gjørdi vart við støðuna í málsviðgerðini. Grønlendska Landstingið hevur útsett viðgerðina til vársetuna, sum byrjar 8. apríl. Men danska løgmálaráðið ætlaði, at lógarbroytingin skuldi koma í gildi í Danmark, Føroyum og í Grønlandi 1. apríl. Longu í november í fjør var fyrsta viðgerð í Fólkatinginum. Løgmálaráðið umber seg við, at Landstingið áður einmælt hevur tikið undir við, at aldurmarkið verður 15 ár. Tað riggar ikki, sigur forsætisráðharrin. Sambært sjálvstýrislógini skal Landstingið viðgera slíkar lógarbroytingar áðrenn Fólkatingið ger tað, ella samstundis sum Fólkatingið, tá málið hevur skund, skrivar KNR . Nú eru so danska Løgmálaráðið og grønlendska landsstýrið vorðin samd um, at Fólkatingið viðger uppskotið í vár, tá Landstingið hevur viðgjørt tað. Semingsmenninir fara nú at royna at fáa partarnar at semjast um nýggjan sáttmála. Teir hava havt kunnandi fund við partarnar, og taka nú samanum tað sum kom burturúr. Fríggjadagin fara semingsmenninir at hava fund við Pedagogfelagið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum um nýggjan sáttmála. Semingsmenninir, Terji Sigurðsson og Símun Absalonsen, høvdu fyrradagin fund við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum. Í gjár høvdu teir fund við Pedagogfelagið um støðuna. Nú taka teir samanum tað sum teir fingu at vita, og ætlanin er at hava fund við partarnar aftur fríggjadagin, sigur Terji Sigurðsson, semingsmaður. Seinast í november boðaði Pedagogfelagið frá, at eingin semja var í eygsjón. Fyri jól varð semingsstovnurin boðsendur, tí partarnir kundu ikki semjast um nýggjan sáttmála. Tað segði Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum, tá Starvsmannafelagið í oktober skrivaði undir nýggjan sáttmála við Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum. Eitt av krøvunum frá Pedagogfelagnum er, at tey sum vegleiða námsfrøðilesandi, sum skulu í praktikk, skulu hava hægri ískoyti, tí tað ískoytið er ikki hækkað síðani í 90 unum. Tað er vónleyst at geva eitt boð uppá nakað úrslit millum partarnar, men vit fara at hava fund við partarnar fríggjadagin, sigur Terji Sigurðsson. Sáttmálin hjá Pedagogfelagnum fór úr gildi 1. oktober í fjør. Hann ber orð fyri at hava nógv at gera, men hvussu er í grundini at vera fluga á vegginum hjá Heðini Mortensen frá morgni til myrkurs Alt í 1um er ein sending til øll børn í Føroyum við spølum, vísindaroyndum og sjálvandi einari vangamynd. Vangamyndin er altíð við, og altíð ein fitt genta ella fittur drongur. Vertinna er Felisia Jógvansdóttir Helmsdal, serligi gávuserfrøðinurin er Kolbrún Patursson. Vísindamenninir eru Ásbjørn Berthelsen og Petur Lamhauge. Spælivertirnir eru Sanna Bæk Hoydal og Sølvi Næs Hoydal og teirra spælivinir. Nýggjastu partarnir liggja ovast, men teir eldru eru sanniliga eisini góðir, og teir liggja longur niðri á síðuni Landssjúkrahúsið sendir umleið 120.000 innkallingar út árliga til borgarar, sum hava tørv á tænastunum hjá stovninum. Umleið 15.000 føroyingar hava longu meldað seg til Mínboks. Í eina tíð hava ávísar deildir sent innkallingar út umvegis Mínboks sum eina roynd. Nú er avgjørt, at talgildu innkallingarnar skulu umfata allar deildir hjá Landssjúkrahúsinum. Greinin heldur fram niðanfyri. Tað vil betra um samskifti við borgaran, sum eisini fær skjótari samband við Landssjúkrahúsið. Borgarin fær møguleika at samskifta beinleiðis við Landssjúkrahúsið umvegis Mínboks og til dømis broyta ásettu tíðina. Hetta letur seg gera, tí at Mínboks er umfatað av dátutrygdini, sum er ásett við lóg og tryggjar, at viðkvæmar upplýsingar ikki falla í hendur á óviðkomandi, skrivar Landssjúkrahúsið í einum tíðindaskrivi. Borgarar, sum ikki hava skipanina, Mínboks, hava tó framvegis møguleika at fáa innkalling til kanningar og viðgerðir í brævi eins og áður, sigur Landssjúkrahúsið í tíðindaskrivinum. Føroyar, ár 1562. Magnus Heinason ætlar sær út í heimin. Hann droymir um vandamiklar sjóferðir og bardagar við sjórænarar. Hann er sterkur og djarvur fúsur at hjálpa vinum sínum og berjast við fíggindar sínar. Einki kann forða honum roysnisbrøgd eru í væntu. Eilif Mortanson hevur skrivað bókina Magnus Heinason Ein sjógarpur. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 1992. Páll Danielsen lesur og Dánjal Tavsen gjørdi ljóðmyndina. Tað er ikki óhugsandi at onkrar føroyskar fyritøkur aftrat fara at síggja dagsins ljós, nú Suðuroyar Sparikassi fer undir eina nýggja lánsskipan. Men tað er samstundis vert at leggja sær í geyma, at munur er á íløgufígging og vanligari bankafígging. Og Eik banki hevur ongar aktuellar ætlanir um at fara undir nýggju Crowd fundingina. Tað sigur Súni Schwartz Jacobsen, stjóri í Eik banka. Føroyar, ár 1562. Magnus Heinason ætlar sær út í heimin. Hann droymir um vandamiklar sjóferðir og bardagar við sjórænarar. Hann er sterkur og djarvur fúsur at hjálpa vinum sínum og berjast við fíggindar sínar. Einki kann forða honum roysnisbrøgd eru í væntu. Eilif Mortanson hevur skrivað bókina Magnus Heinason Ein sjógarpur. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 1992. Páll Danielsen lesur og Dánjal Tavsen gjørdi ljóðmyndina. Nú verður granskað í samspælinum millum útbúgving, lokalsamfelag og arbeiðslív í stranda kommunum í Føroyum, Noregi, Kýpros, Írlandi og Australia. Talan er um tvørfakliga samanberandi kanning. Firouz Gaini, ph.d. og lektari í antropologi og samfelagsví sindum, verður við í altjóða granskingarverkætlan fyri Fróðskaparsetur Føroya, og verkætlanin fer av bakkastokki í ár. Frá barnsbeini av hevur Ólavur Eysturdal úr Klaksvík altíð kent seg knýttan at fólkakirkjuni og brøðrasamkomuni, men tá hann varnaðist, at hann var samkyndur, byrjaði hann at kenna seg útihýstan úr kirkjuni. Í dag er Ólavur deknur og lesur gudfrøði. Hevur tú hug at hoyra eina søgu Her liggja søgur til tín at lurta eftir. Her eru bæði søgur til gentur, dreingir, ommur og abbar og øll hini, sum hava hug at lurta eftir søgum til børn. Hesar søgur hava allar verið lisnar í barnaútvarpinum, og hvør veit, kanska tær verða lisnar aftur eina aðru ferð. Tær góðu søgurnar eru ofta tær, ið taka laaanga tíð at fortelja. Her kanst tú velja tær eina framhaldssøgu. Ein framhaldssøga er ein søga í nógvum pørtum. So kanst tú velja, um tú vilt sita í allan dag og lurta, ella um tú vilt hugna tær í fleiri dagar við einum parti í senn. Viktoria ætlar sær at stilla upp til val, men hvat skal hon gera fyri at duga væl og hvat skal til fyri at hon kann vera vald Tað hava vit kannað saman við Viktoriu. Hoyr samrøðuna við Tormóð Stórá, leiðandi yvirlækna á Psykiatriska Deplinum, ið var formaður í arbeiðsbólkinum, ið gjørdi demensálitið, sum varð handað landsstýrinum í februar í fjør. Meira verður at frætta um evnið í Radaranum, sum vit senda í útvarpinum klokkan 17 05 í dag. Sendingin snýr seg um demens, og umframt Tormóð Stórá eru samrøður við Petur Højgaard, kommunulækna, Elinu Tausen, avvarðandi, og Halldis Joensen, forkvinnu í Alzheimerfelagnum. Orðaskiftið um demens og demensviðgerð verður eisini millum Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, tingkvinnu. Mentanarnevndin hevur fund 18. januar. Nevndin skal viðgera uppskotið, sum staðfestir, at bara hinskynd hava rætt til at verða vígd ella fáa hjúnabandið signað í kirkju. 19. januar hevur Trivnaðarnevndin fund. Trivnaðarnevndin hevur uppskotið um at broyta hjúnabandslógina, so samkynd kunnu verða borgaraliga vígd. Hetta er ein donsk lóg, tí málsøkið er ikki yvirtikið. 20. januar hevur Rættarnevndin fund. Nevndin viðger uppskot um ríkislógartilmæli um at broyta rættargangslógina, so samkynd kunnu skiljast. Rættarnevndin hevur biðið Jógvan Fríðriksson, biskup, umboð fyri samkomur, Dan Knudsen, ríkisumboðsmann, Henrik Møller, sorinskrivara, John Kølbæk, fúta, LGBT og Aksel V. Johannesen, løgmann, koma á fundin. Løgtingskvinnurnar Sonja J. Jógvansdóttir, Bjørt Samuelsen, Hanna Jensen og Kristianna Winther Poulsen hava lagt fram tey trý uppskotini, sum skulu rudda slóð fyri, at samkynd kunnu blíva borgaraliga vígd. Fyrsta viðgerð var í løgtinginum 24. november. Slættaberg livdi so nógv í sjónum, at tað bar ikki til hjá tyrluni at fáa mann niður á skipið. Tyrlan var í 40 minuttir yvir Slættabergi, áðrenn hon vendi við aftur til lands. Slættaberg bað um hjálp til ein mann seinnapartin sunnudagin. Hans Erik Jacobsen, leiðari á Tyrludeildini, var sjálvur skipari á tyrluni á ferðini. Teir høvdu flogið allan dagin millum oyggjarnar, so teir vistu, at veðrið var av tí ringasta hendan dagin. Teir vóru fimm mans við tyrluni, tveir flogskiparar og tríggir bjargarar. Hans Erik Jacobsen letur sera væl at nýggju tyrluni. Slættaberg sigldi til Havnar, men maðurin, sum gjørdist sjúkur umborð, doyði á Landssjúkrahúsinum mánanáttina. Einaferð var tað Soleiðis byrja flestu ævintýr, og helst eisini nøkur av teimum, sum tú kanst finna her inni. Set teg væl til rættis og vel tær eitt ævintýr. Ask er staðið, sosiali miðilin fram um aðrar, har ungdómurin er. Heilt stutt ber til at siga, at á Ask hevur tú ein profil, har øll dulnevnt kunnu spyrja teg spurningar ella gera viðmerkingar um teg ella tað, tú tekst við. Ask er ein app, sum tú hevur á telefonini, og á Ask er einki filtur. Har ber til og har verður spurt um alt. Jessica og Marjun greiddu í Góðan morgun Føroyar frá teimum góðu og minni góðu síðunum við Ask. Tað fáa sera nógvar spurningar, viðmerkingar og likes á Ask. Tí eru tær tað, tey rópa Ask fame . Men ikki allar viðmerkingarnar eru av tí góða slagnum, og tað er tað, tey rópa hate . Bara 250.000 krónur eru settar av til Demensætlanina í 2016. Álitið Demensvinarligt samfelag, gloymsk, men ikki gloymd varð handað fyrrverandi landsstýrismanni í heilsumálum, Karsteni Hansen, tann 13. februar í 2015. Álitið fevnir um tilmæli til politisku myndugleikarnar fyri yvir tríggjar milliónir krónur. Eitt nú 2,25 milliónir krónur til fimm demenssamskiparar, iðskulu tryggja eina samanhangandi tilgongd til demensraktar sjúklingar og familjur. Munurin á demens og øðrum kroniskum sjúkum er, at tey, sum eru rakt av demens eru ikki før fyri at passa sína sjúku, sín heiligvág og avtalur við læknan. Haraftrat er stórur munur á, hvørji tilboð kommunurnar veita, alt eftir hvar í landinum, tú býrt. Tað eru økir, sum ikki senda nakran sjúkling til greining á Demensklinikkini, og hetta kann verða tí kommunulæknin ikki veit nokk um sjúkuna, sigur Tormóður Stórá, yvirlækni á Psykiatriska Deplinum. Hann hevur verið formaður í arbeiðsbólkinum, sum hevur gjørt Demensætlanina. Tí eiga allir kommunulæknar og samfelagið sum heild, at vera betur upplýst um demens, og hetta eigur at verða stýrt sentralt frá einum vitanardepli á Landssjúkrahúsinum, sum undirvísir, kunnar og miðlar vitan um demens. Bæði avvarðandi og fakfólk ynskja sær ein kontaktpersón, sum er nær við familjuna, sum kann veita ta neyðugu kunningina og tryggja, at sjúklingurin millum annað fær røttu sjúkraviðgerð og tey hjálpitól, sum eru tøk. Tann eftirlønin skal ikki mótroknast í arbeiðsloysisstuðlinum, sigur Løgtingsins umboðsmaður. Tað gjørdi ALS og fekk eisini viðhald í Kærunevndina hjá Arbeiðsloysisskipanini. Men ein einkja, sum kærdi avgerðina hjá Kærunevndini til Løgtingsins umboðsmann, fekk viðhald har. Hjúnafelagaeftirløn skal samanberast við uppihaldspening, og skal tí sum annar uppihaldspeningur haldast uttan fyri útrokningarnar, tá arbeiðsloysisstuðulin verður ásettur. Fyri at eingin ivi skal vera, mælir Løgtingsins umboðsmaður Samferðslumálaráðnum, sum nú varðar av ALS, at fáa lógina um ALS gjørda neyvari. Tað skal gerast, so tað gerst púra greitt, at eftirløn hjá deyðum hjúnafelaga skal ikki ávirka arbeiðsloysisstuðulin hjá einkjum ella einkjumonnum. Løgtingsins umboðsmaður mælir eisini Kærunevndini hjá Arbeiðsloysisskipanini, sum tulkar lógina á sama hátt sum ALS, til at viðgera málið av nýggjum. Tað taka eygleiðarar sum tekin um, at Saudiarabia fer at kappast við Iran um oljumarknaðin, áðrenn Iran hevur fingið veruliga ferð á oljuútflutningin aftur. Samstundis er kreppa millum Iran og Saudiarabia, eftir at myndugleikarnir í Saudiarabia avrættaðu religiøsa leiðaran, Nimr al Nimr. Tað elvdi til kreppu, tá religiøsi leiðarin varð avrættaður, og sunnudagin fekk iranski sendiharrin í Saudiarabia boð um at fara heim. Ein iranskur oljuserfrøðingur tulkar saudiarabisku avgerðina sum tekin um, at Saudiarabia vil seta seg á evropeiska oljumarknaðin, áðrenn ferð aftur kemur á iranska útflutningin. Roknað verður við, at ES londini longu í februar fara at seta øll tiltøkini úr gildi, sum vórðu sett í verk ímóti Iran, tá illgruni var um, at landið arbeiddi við at fáa sær kjarnorkuvápn. Oljuprísurin lækkar, og í gjár kostaði ein tunna av olju úr Norðsjónum undir 35 dollarar fyri tunnuna. Tað er lægsti prísur í 11 ár. Næsta botnmarkið fyri eina tunnu av olju úr Norðsjónum verður helst 30 dollarar fyri tunnuna, skrivar bretska blaðið, Financial Times. Religión hevur verið bannað síðani 1917, tá kommunistarnirr komu til valdið. Ikki fyrr enn 1991 var tað aftur loyvt at halda jól, og tískil kennir eldra ættarliðið í Russlandi lítið til jóla siðvenjuna. Men religión og siðvenjur gerast meira og meira umtókt í dag, greiður russiska Katja millum annað frá. 13 av teimum 30 kommununum hava lækkað skattaprosentið, hinar 17 hava sama skattaprosent sum í fjør. Eingin kommuna hækkaði skattaprosentið. Í ár er kommunuskattaprosentið 20,67 sambært Taks. Í fjør var tað 21,16. Lægsta skattaprosentið er 16 í Fugloynni, Húsa kommunu og í Skúvoy. Hægsta skattaprosentið er 23,25 í Skopun. Átta kommunur hækkaðu barnafrádráttin í ár. Kommunuval verður annan týsdag í november, 8. november, í ár. Eilif Samuelsen vaks upp í Fuglafirði. Hann var fjórði av 12 systkjum, føddur í 1934. Spæliplássini hjá børnunum vóru fjøran, bøurin og áin. Undir krígnum kom ein hermaður á motorsúklu til Fuglafjarðar at hertaka bygdina. Hann varð vístur inn til sýslumannin, sum segði nei at lata teimum skúlan, men missiónshúsið kundu teir fáa. Fuglfirðingar skóru um hetta mundid nógv torv og royndu seg eisini við kornmyllum. Eilif og brøður ferðaðust hjá skyldfólki í Haldórsvík. Teir hildu eisini summarferiu í Skálavík, hagar tvær skyldkonur vóru giftar. Í báðum støðum var áhugavert. Eilif Samuelsen varð fermdur í Leirvíkar kirkju í 1948. At koma úr skúlanum kendi hann sum at koma út í tóman heim, tí ungdómurin hevði fáar víðari útbúgvingarmøguleikar. Eilif var í fýra ár í Fuglafirði, har hann arbeiddi sum bakari og í fiski, spældi hondbólt og sang hjá Herluf Berthelsen. Í 1952 fór Eilif niður at ganga á háskúlan í Haslev. Árið eftir fór hann í fyrireikingarflokkin á Haslev Seminarium, har hann tók læraraprógv í 1958. Fyrsta árið var hann vikarur í Fuglafirði, og í 1959 fór hann til Hvalvíkar at vera lærari. Haðani fór hann til Havnar í 1965. Eilif Samuelsen arbeiddi eitt summar í 50 unum hjá SEV. Teir løgdu SEV linjuna millum Saksun og Haldórsvík. Hetta var strævið lív, tí tað regnaði hvønn einasta dag, og tað var trupult og vandamikið at arbeiða í hæddunum í vindi og ruskveðri. Eilif gekk á fjall í Saksun í meir enn fimmti ár. Í útivið 40 ár høvdu hann og aðrir seyð í vestara Bergi. Seinastu árini hevur Eilif eitt nú lagt seg eftir at týða heimsspekiligar bókmentir. Í sendingini tekur hann saman um hetta ítrivið og læruna av tí, sum Sokrates, Platon, Aristoteles og aðrir heimspekingar borðreiddu við. Grundupphæddin í fólkapensjónini skal uppaftur á sama stig sum hon var, áðrenn samgongan broytti hana, uppundir jól. Tað er kravið frá teimum fýra andstøðuflokkunum, nú arbeiðið byrjar aftur í pensjónsbólkinum. Andstøðuflokkarnir høvdu fund í gjár, og teir eru samdir um at grundupphæddin skal ikki rørast, sigur Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum. Samstundis sum París minnist blóðiga álopið á satirublaðið, Charlie Hebdo, fyri einum ári síðani, hevur løgreglan steðgað einum nýggjum álopi í býnum. Løgreglan skeyt og drap fyri løtu síðani ein mann, ið royndi at koma sær inn á eina løgreglustøð við knívi og einum følskum bumbubelti. Greinin heldur fram niðanfyri. Sambæt altjóða miðlum rópti maðurin allahu akbar Guð er stórur tá hann royndi at koma inn á politistøðina norðarliga í franska høvuðsstaðnum. Í dag er júst eitt ár síðan, at vápnaðir gerningsmenn trokaðu seg inn á redaksjónina á satirublaðnum, Charlie Hebdo, skutu frá hond og myrdu 10 fólk á blaðnum. MC Hár er ein kultbólkur á føroyska tónleikapallinum. Teir hava bara gjørt eina veruliga fløgu, Framvegis uttan vit, ið skjótt er 20 ára gomul, og hóast bólkurin í dag bara hevur eina ella tvær konsertir árliga, syngja ella rappa fólk framvegis við til tekstirnar, sum mong halda vera stoytandi og óhóskandi. Niels Uni Dam, rappari og oddamaður í MC Hár, vitjaði saman við einum øðrum frontfiguri, Rókur Jákupsson Jacobsen, í Studio 5 í Góðan morgun Føroyar, har teir tosaðu um árini, tekstirnar og ávirkanina, sum ymsu limirnir hava havt á bólkin. Og sjálvandi eisini um gleðina við at spæla tónleik. Týska blaðið S ddeutsche skrivar, at týski bilframleiðarin, Volkswagen, væntandi noyðist at rinda fólki aftur pening fyri fimta hvønn bil ella keypa nýggja bil til tey, sum er rakt av gøluni. Volkswagen hevur í fleiri umførum svikað við umhvørvistølunum. VW hevur sett útbúnað í bilarnar, so bilarnir vístu seg at vera umhvørvisvinarligari, enn bilarnir í veruleikanum vóru. Í summum førum dálkaði bilar 40 ferðir meira enn eftirlit vístu. Í september avdúkaði amerikanski umhvørvisstovnurin, at VW hevði selt umleið 500.000 dieselbilar í USA við framkomnu svik útgerðini. Seinni hevur stóri, týski bilframleiðarin, Volkswagen, játtað, at hann hevur svikað við útlátinum hjá 11 milliónum Volkswagen bilum kring allan heimin. Amerikonsku myndugleikarnir hava kravt, at Volkswagen keypir aftur gølubilarnar. Felagið er í samráðingum við USA, og hevur bjóðað seg til at keypa aftur 115.000 bilar. Herda eftirlitið í Svøríki verður helst ikki tikið av í bræði. ES má fyrst fáa skil uppá ytru markini í ES, sigur innanríkisráðharrin sambært blaðnum. Mánadagin varð hert eftirlit eisini sett í verk á farleiðini um Oyrasund. Fólk, sum ferðast við toki um sundið, skulu nú úr tokinum at vísa samleikaprógv. Fyri ferðandi millum Svøríki og Danmark hevur herda eftirlitið um Oyrasund merkt, at tað hevur tikið longri tíð hjá fólki at ferðast á farleiðini. Svenski ríksidagurin samtykti miðskeiðis í november, at seta í verk samleikaeftirlit í landinum, fyri at avmarka talið av fólki, ið søkja um friðskjól í Svøríki. Í hesi fyrru sendingini við Jón Joensen hoyra vit Dansifelagið í Havn kvøða vísuna um føroyska dansin. Regin Eikholm skipar. Síðani hoyra vit Dansifelagið í Havn kvøða brot úr Brynhildartátti. Høgni Mohr skipar. Vit hoyra seinastu 30 ørindini, tá Høgni og Gunnar gera av við Sjúrð. At enda skipar Eyðun Mohr Viderø Kong Sverke í Leikum Fagurt Løgreglan fær ikki loyst málið um innbrotini í seks føroyskar kirkjur í fjør. Tí hevur løgreglan í dag boðað kirkjuráðunum frá, at greiða ikki fæst á málinum. Eingin uppgerð er tøk, sum kann vátta, hvussu nógvir pengar vórðu tiknir, men mett verður, at talan var um nakrar túsund krónur, sigur leiðarin á krimnaldeildini, Hildur Hentze. Tað gekk ikki long tíð fyrr enn fleiri kirkjur boðaðu frá innbroti, og at pengar vóru horvnir. Umframt Tjørnuvík var talan um kirkjuna við Norðskála, í Hvannasundi, Christianskirkjuna í Klaksvík, kirkjuna í Miðvági og kirkjuna í Sandavági. Talan var um óvanlig innbrot, tí vanligt hevði verið, at kirkjurnar fingu frið. Løgreglan fór alt fyri eitt undir at kanna málið, og legði nógva orku í kanningina, sigur Hildur Hentze, leiðari á kriminaldeildini. Tosað varð við fleiri fólk, sum søgdu seg hava hoyrt ymiskt, sjónbandaupptøkur vórðu kannaðar, bæði tær í undirsjóvartunlunum og á øðrum almennum støðum. Eftir drúgt kanningararbeiði, er løgreglan kortini noydd at staðfesta, at hon ikki kemur á mál, og tí verður ikki meir orka løgd í kanningararbeiðið, sigur Hildur Hentze, leiðari á kriminaldeildini. Hon hevur tí í dag kunnað kirkjuráðini um, at løgreglan ikki fær gjørt meir við málið, og at greiða ikki verður fingin á stuldrinum í kirkjunum, staðfestir Hildur Hentze. Eingin uppgerð finst av, hvussu nógvar pengar talan er um, men eftir teimum upplýsingum sum løgreglan hevur fingið, er talan um nakrar túsund krónur, sigur leiðarin á kriminaldeildini. Søgur um Rósu Mariu úr søgusavninum við sama heiti. Útgávuár 1995. Jens Pauli Heinesen hevur skrivað, Elin Brimheim Heinesen lesur. Vit hoyra Kópakvæði. Dansifelagið í Havn kvøður. Brynolf Lamhauge skipar. Síðani skipar Anna Petersen Stolt Signhild í Dansifelagi Kaggans. Vága Dansifelag kvøður Seyðamannin á Sondum. Jón Joensen skipar. Latrina Hansen skipar Mimirstátt í Eysturoyar Dansifelag. Finnur Olsen skipar Jøkilskvæði í Suðuroyar Norðara Dansifelag. Dansifelagið í Havn kvøður Engang det sig nu hændte. Hilmar Kas skipar. Jónvør Joensen skipar Flóvan Bænadiktsson í Vága Dansifelag. Í Norðstreymoyar Dansifelag skipar Jóhannes Bjørgvin Brókatátt. Og Ann Mari Hansen skipar Harra Pætur og Elinborg. Vit hoyra nólsoyingar kvøða. Men hóast ferðafólkatalið veksur, hevur tað ikki eydnast Jákup Sverra Kass, stjóra í Vága floghavn, at fáa útlendsk flogfeløg at flúgva til Føroya. Henrik Old ivast kortini í, um útlendsk flogfeløg fara at kappast við Atlantsflog um rutuflúgving, tí nú ber til at fáa bíligari ferðaseðlar við Atlantic, um tú bíleggur í góðari tíð. Sverri Justinussen, stjóri í Eik Markets, sigur, at fjáltur er komin á búskaparliga marknaðin eftir rembingarnar í kinesiska keypsskálanum í morgun. Atlantic Petroleum fekk 471.000 tunnur av olju í sín part í fjør. Tað eru knappliga 75 milliónir litrar. Í desember í fjør var framleiðslan bara 25.000 tunnur. Í gjár kostaði partabrævið í Atlantic Petroleum 6,75 danskar krónur í keypsskálanum í Keypmannahavn, og 6,60 norskar, sum eru 5,08 danskar, í keypsskálanum í Oslo. Fólkaflokkurin er sterkur í Klaksvík. Á valinum í 2012 fekk flokkurin fimm av 11 býráðslimum, men hinir flokkarnir skipaðu meiriluta uttan at hava Fólkaflokkin við. Um alt gongur sum ætlað, verða útlendingamál skjótt yvirtikin. Helst verður forarbeiðið liðugt í summar og arbeitt verður í løtuni við at gera eina ætlan fyri, hvussu tey, sum flyta til Føroya, verða best integrerað. Sambært landsstýrismanninum er tað ikki ovurhonds dýrt at yvirtaka útlendingamál, tí Útlendingstovan hevur flestu fyrisitingarligu førleikarnar, ið skulu til. Spurningurin um eina landsskipaða integratión er ikki bara ein landsuppgáva, men fevnir eisini um kommunur, arbeiðsgevarar og aðrar felagsskapir. Svenska bjargingartænastan hevur flogið yvir staðnum og sigur, at flogfarið er so illa farið, at lítil vón er um at finna menninar í flogfarinum á lívi. Tað er torført hjá bjargingartænastuni at koma framat flogvrakinum, tí har er fjallalendi og 30 kuldastig. Óvist er hví ella hvat klokkan var, tá flogfarið datt niður. Klokkan var 00 30, tá samband var við flogfarið seinast. Flogfarið var av slagnum Canadair CRJ 2000 og er skrásett í Svøríki, men flýgur við pakkum og brøvum í Norra. Mikumorgunin tosaðu vit við Jessicu Hallursdóttir og Marjuna Sólstein um Ask. Í morgun tosaðu vit við Bjørghild Djurhuus um happing á alnetinum, og hvussu vit kunnu basa happingartrupulleikum. Samhaldsfasti Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnurin er væl fyri, og klárar at rinda pensionistunum tað sum teir skulu hava. Tað sigur Anfinn V. Hansen, formaður í stýrinum fyri grunnin. Útjaldið úr grunninum hækkar tilsamans 900 krónur um mánaðin í ár, upp í 3.910 krónur um mánaðin. Og tað klárar grunnurin, sigur stýrisformaðurin. Pensionistarnir fara at merkja broytingina, tá tey fáa útgjaldið úr Samhaldsfasta næstu ferð, tí tá verða 800 krónur lagdar aftrat vanliga útgjaldinum. Lagnan og lívið endurspegla tónleikin, sum eg geri. Og í løtuni brúki eg tónleikin sum eitt slag av terapi. Tað er tónleikurin, sum kemur til mín, tí eg kann ikki seta meg niður og so bara gera eitt lag. Tí endurspeglar teksturin støðuna, sum eg eri í, greiðir Holgar Jacobsen frá. Trot á góðum vatni kann í ringasta føri gera, at fólkið noyðist at rýma av Stóru Dímun. Kommmunan hevur í nøkur ár roynt at fingið vatnið reint, men tað lukkast ikki. Ein annar vansi er, at vatnið er reytt. Kommunan megnar ikki sjálv at gjalda tað, sum loysnin kostar. Loysnin við tí langu leiðingini er helst tann frægasta, men hon kostar meira enn Skúvoyar kommunan klárar. Harry Jensen heldur ikki, at tað er nøkur loysn at fara upp í eina størri kommunu, til dømis Sands kommunu, ella at hækka skattaprosentið, tí so fáir skattgjaldarar eru. 36 ára gamli Andrew av Fløtum gevst at spæla fótbólt. Í Føroyum hevur hann bara umboðað barndómsfelagið HB, loyalitetur hevur stóran týdning og stuttligasta kappingarárið var ikki eitt, tá hann gjørdist føroyameistari. Andrew av Fløtum vitjaði í Góðan morgun Føroyar, har hann tosaði um yrkisleiðina og lýddi á, hvat Suni Merkisstein og Jóannes Jacobsen høvdu at bera honum. Býráðslimirnir í skotska býnum, Wick, fara í næstu viku endaliga at viðgera spurningin, um býurin skal slíta samanbandið við vinarbýin í Føroyum, Klaksvík, ella um alt skal vera við tað gamla og vinarsambandið heldur fram. Tað skrivar BBC Scotland. Tað var í summar, at Gail Ross, borgarstjóri í Wick, boðaði Klaksvíkar kommunu frá, at hon kann ikki góðtaka at føroyingar drepa grind. Gail Ross sendi tí Jógvani Skorheim, borgarstjóra í Klaksvík, bræv um, at Klaksvík er í vanda fyri at missa ein vinarbý ígjøgnum nógv ár orsaka av grindadrápi. Men ikki øll eru samd við Gail Ross. John Rosie, býráðslimur í Thurso við norðurstrond Skotlands, skilir ikki málið. Í summar skrivaði heimasíðan hjá John O Groat journal Tað, sum lokala stjórnin hevur gjørt, er tað tápuligasta, sum eg havi upplivað í meira enn 50 ár. Eg eri skelkaður. Vit hava havt gott samskifti í fleiri ár, og eg vil ikki, at bondini millum Føroyar og okkum verða slitin. Fleiri bygdarfólk og býráðslimir hava djúpar kenslur fyri hesum. Býráðið í Wick hevði fund um málið mikudagin, og í fundarfrágreiðingini stendur, at sambandið millum báðar vinarbýirnar hevur verið avmarkað seinastu nógvu árini. Seinasta almenna vitjanin var í 2001, og samband umvegis fiskivinnu millum báðar kommunurnar hevur ongan týdning longur, tí Wick er ikki ein so týðandi fiskivinnubýur longur. Tað kann taka langa tíð áðrenn nýtt føroyskt undirvísingartilfar kemur út. Allarhelst er orsøkin at vit ikki eru meira enn 50.000 fólk her í Føroyum, og tískil verður ikki líka nógv útgivið her, sum aðrastaðni. Jákup F. Hansen, Magnus Olsen og Steingrímur Hallsson siga sína hugsan um týdningin av nýggjum føroyskum undirvísingartilfari. Stórsti parturin av redaktiónini er hesaferð gestir í beinleiðis studio, hvar ið spurnarkapping er á skránni. Seinni lesa tey hugleiðingar upp, um árið ið fór. Jens Jensen, málviðgeri á kriminaldeildini hjá løgregluni, sigur, at tað at bróta inn í teldur, er tað sama sum at bróta inn í hús. Men ikki øll eru so fegin um, at alifyritøkan sleppur at avbyrgja ein part av havnarlagnum, og toftafólk eru farin at savna undirskriftir. Ísak hevur lisið Tónlistafrøðið í Keypmannahavn, og í sendingini greiðir hann frá síni áhugaverdu verkætlan, ið er ein dagførd, føroysk nótalærubók, til tey, ið hava hug at spæla nýggjari, føroyskan popptónleik. Høgni Hoydal, landsstýrismaður hevur svarað fyrispurningi frá Helga Abrahamsen, tingmanni, sum vil vita, um landsstýrismaðurin fer at góðkenna Skálafjørð sum hvalvág. Høgni Hoydal svarar, at uppskot áður hevur verið frammi um at góðkenna hvalvág í Skálabotni, men at hvalvágin ikki varð góðkend, tí spillvatn varð latið út í økinum. Men har stendur, at avgerð er ikki tikin um, hvørt Skálabotnur ella Skálafjørður verður góðkend ella fyribilsgóðkend sum hvalvág í nýggju grindakunngerðini, sum Fiskimálaráðið í løtuni fyrireikar. Býráðslimirnir í skotska býnum, Wick, fara í næstu viku endaliga at viðgera spurningin, um býurin skal slíta samanbandið við vinarbýin í Føroyum, Klaksvík, ella um alt skal vera við tað gamla og vinarsambandið heldur fram. Í summar boðaði Gail Ross, borgarstjóri í Wick, Klaksvíkar kommunu frá, at hon kann ikki góðtaka at føroyingar drepa grind. Hon sendi tí Jógvani Skorheim, borgarstjóra í Klaksvík, bræv um, at Klaksvík er í vanda fyri at missa ein vinarbý í mong ár orsakað av grindadrápi. John Rosie, býráðslimur í Thurso, við norðurstrond Skotlands, skilir ikki málið. Í summar skrivaði heimasíðan hjá John O Groat journal soleiðis Tað, sum lokala stjórnin hevur gjørt, er tað tápuligasta, sum eg havi upplivað í meira enn 50 ár. Eg eri skelkaður. Vit hava havt gott samskifti í fleiri ár, og eg vil ikki, at bondini millum Føroyar og okkum verða slitin. Fleiri bygdarfólk og býráðslimir hava djúpar kenslur fyri hesum. Býráðið í Wick hevði fund um málið mikudagin, og í fundarfrágreiðingini stendur, at sambandið millum báðar vinarbýirnar hevur verið avmarkað seinastu nógvu árini. Seinasta almenna vitjanin var í 2001, og sambandið gjøgnum fiskivinnu millum báðar kommunurnar hevur ongan týdning, tí Wick er ikki ein so týðandi fiskivinnubýur longur. Tað sigur Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum, við Skúlablaðið, eftir at lærarar hava boðað frá stórari ørkymlan og ótryggleika millum lærararnar av hesi støðuni. Stjórin, sum var, Ólavur Thomsen, tók í summar við sum stjóri í Fuglafjarðar skúla , og síðani hevur varaskúlastjórin virkað sum fyribilsstjóri í Vestmanna. Í samrøðu við Skúlablaðið sigur Augusta Egholm Petersen, lærari og álitisfólk, at fyribilsloysnin í Vestmanna hevur umframt ótryggleika, eisini havt við sær, at ongar avgerðir um endaligar loysnir fyri skúlan verða tiknar. Starvið sum skúlastjóri í Vestmanna skúla varð annars lýst leyst 20. juli í fjør. Men tá freistin var úti, helt Mentamálaráðið at ov fáar umsóknir vóru bara tríggjar í tali og lýsti so starvið leyst av nýggjum. Enn er eingin settur, tí eingin nýggj umsókn kom, sigur aðalstjórin. Ein av teimum trimum umsøkjarunum hevur eisini tikið sína umsókn aftur. Hvussu leingi verandi fyribilsstøða skal valda í Vestmanna skúla, er ógreitt, men aðalstjórin sigur, at fyribilsstjórin hevur fullar heimildir at taka avgerðir í øllum málum, sum skúlastjórastarvið inniber. Í beinleiðis ALSO verður spurt um ein ætleidd kvinna skal siga foreldrum síðum frá, at hon hevur fingið samband við sína biologisku familju, um børn við føðingardegi um jólini skulu hava føðingar og jólagávu, og hvat man ger á konfirmatiónini, tá pápin og núverandi maður mammuna ikki kunnu vera í rúmi saman. Eisini er ein spurningur frá einum lurtara, ið kemur beinleiðis inn. Trupulleikarnir við drekkivatninum í Stóru Dímun er ein serstøða, tí kommunan er so lítil, at tað kann vera torført at klára útreiðslurnar. Borgarstjórin, Harry Jensen, sigur, at tað er sera dýrt hjá kommununi at loysa trupulleikarnar við drekkivatninum, tí talan verður um eina umfatandi vatnleiðing og eitt stórt arbeiði. Eftir hansara tykki má landið hjálpa til. Størsta flóttafólkakreppa í nýggjari tíð herjar í løtuni í Europa meiri enn ein millión flóttar komu til Europa bara í fjør. Spurningurin um flóttafólk er partur av yvirtøkuni av útlendingamálum. Hoyr alla samrøðuna við Poul Michelsen, landsstýrismann. Teir tríggir Magnus Olsen, Jákup Hansen og Steingrímur Hallson siga sína hugsan um Glasbúrið, sum teir allir hava brúkt í føroyskt undirvísingini. Kristianna Mortansdóttir, lestrarvegleiðari í Hoydølum, greiður frá um vetrartunglyndi og gevur góð ráð til teir næmingarnir, sum hava tað tungt við skúlaarbeiðinum í hesum myrku tíðum. Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, ger nú aftur eina roynd at varðveita vinarbýarsambandið við skotska býin Wick. Í summar boðaði Gail Ross, borgarstjóri í Wick, Klaksvíkar kommunu frá, at hon kann ikki góðtaka, at føroyingar drepa grind. Hon sendi tí Jógvani Skorheim bræv um, at Klaksvík er í vanda fyri at missa Wick sum vinarbý. Svimjarin úr Suðuroyar svimjifelagi er í toppformi, og hon hevur í dag longu sett trý føroysk met í fyrstu kappingini á langgeil í Føroyum, sum verður hildin í Pálshøll í Vági. Sára hevur sett nýtt met í 800 m. frí. Tíðin hjá henni var 9.12.01. Har við skavaði hon meira enn seks sekund av gamla metinum, sum Mona Simonsen setti í 2007. í 100 m. frí var Sára eisini skjótast. Her tók hon sítt egna føroyska met við tíðini 58 sekund og 91 hundraðpartar. Gamla metið var 59.37 Fyrsta metið setti Sára í morgun í 400 frí. Sára kom á mál við tíðini 4.24.20. Gamla metið á 4.26.87 átti Vár Erlingsdóttir Eidesgaard frá Portugal Open, sum var í august mánaði. Staðfest varð, at ein leki var í toppstykkinum á tí eina motorinum, og skiparin gjørdi av, at toppstykkið skal skiftast, áðrenn siglt verður aftur. Siglt verður av Havnini klokkan 21.15, men Strandferðslan boðar frá, at siglingartíðin verður longd einar 30 45 minuttir, tí Smyril siglir vesturum. Støðan er spent á Koreansku hálvoynni. Suðurkorea og USA hótta við kjarnorkukríggi, eftir at Norðurkorea fyrr í vikuni framdi enn eina kjarnorkuspreinging. Felagsskapurin, Ráðið fyri amerikansk islamsk viðurskifti, krevur eina umbering, eftir at ein muslimsk kvinna í fyrradagin varð blakað úr hølunum í Winthrop universitetinum í Rock Hill í South Carolina, har Donald Trump helt politiskan valfund. Rose Hamid stóð friðarlig og mótmælti við eini troyggju, har tað stóð Salam, I Come in Peace, tá áskoðarar fóru at peika og rópa eftir henni. Hon skilir ikki, hví hon leidd burtur, tí hon ætlaði ikki at geva nøkrum trupulleikar, bara at bera boðskapin, at tað, Donald Trump sigur um muslimar, er ikki hóskandi. Høvuðspersónurin sjálvur royndi at bjarga støðuni sum frægast. Týski kanslarin ætlar at gera tað lættari hjá myndugleikunum at senda fólk, ið fremja smærri lógarbrot, meðan tey bíða eftir svari um friðskjól, av landinum. Samstundis hava íbúgvar í Køln mist tolið við myndugleikunum eftir hendingina í býnum nýggjársaftan, tá útlendingar rændu og framdu kynsligt misbrot á fleiri kvinnur. Vit tosaðu við Niels Harald Mikkelsen, skipara, beint áðrenn døgurða, tá Smyril lá á Havnini havn og gjørdi seg til reiðar at sigla seinasta túrin suður. Teistin siglir framvegis sum vanligt, men veksur hann vindin seinni í dag, eru avlýsingar ikki óhugsandi, segði Erlendur Simonsen, skipari á Teistanum á døgurða. Kristel Lisberg verður millum teir tíggju sangararnir, ið skulu kappast um besta danska sangin. Tað var annars ikki ætlanin, at luttakaralistin skuldi vera almennur enn. Men í dag endaðu allir 10 sangirnir á online tónleikatænastuni Spotify. Har í millum sangurin, Who Needs A Heart, ið Kristel Lisberg syngur. Tað er sjálvandi keðiligt, at sangirnir eru komnir út áðrenn ætlan, men tað broytir ikki, at vit hava eina søguliga góða uppstilling til Melodi Grans Prix 2016, sigur Jan Lagnermand Lundme, undirhaldsstjóri hjá DR við Danmarks Radio. Hesa ferð verður danska sangkappingin hildin í Forum Horsens. Vinnarin 13. februar skal dystast í evropeiska Eurovision Song Contest, sum verður hildin 10., 12. og 14. mai í Stokkhólmi. David Bowie, ein tann mætasti tónleikarin í nýggjari tíð, er farin, 69 ára gamal. Tað kunngjørdi fyriskiparin hjá honum í morgun á Facebook og Twitter. Greinin heldur fram niðanfyri. Hann doyði bara fáar dagar eftir at nýggjasta fløga hansara, Blackstar, kom í sølubúðirnar. Ein fløga, ið tónleikakennarar um allan heim fagna stórliga. David Bowie var ein av teimum mest fagnaðu popp og rokktónleikarunum í nýggjari tíð, og hann hevur sett sín dám á tónleikapallin síðan fyrstu útgávuna í 1967. Bowie breyt ígjøgnum í 1969 við plátuni Space Oddity, ið varð so mikið nógv seld, at hon streyk uppá tónatindarnar. Millum kendastu sangirnar er Let s Dance frá 1983. Um allan heimin syrgja fólk deyða Davids Bowie. Eisini á sosialu miðlunum, har bretski forsætisráðharrin, David Cameron, hevur víst sína samkenslu á Twitter. Greinin heldur fram niðanfyri. Sonur David Bowie, filmsframleiðarin Duncan Jones, hevur eisini váttað tíðindini, og legði í morgun eina mynd av sær og pápanum, David Bowie, á netið. Greinin heldur fram niðanfyri. David Bowie hevði stríðst móti krabbameini seinastu 18 mánaðirnar, stendur á almenna facebookvanganum hjá David Bowie, nú hann andaðist, 69 ára gamal. Seinasta konsertin við David Bowie var í 2006. Í fjør róði bretska blaðið, The Telegraph , framundir, at David Bowie kanska fór at spæla á Glastonbury festivalinum í summar. Hesa ferð er Brandur Kallsberg í vangamyndini, og hann hevur í øllum førum trý ymisk ítriv. Og ofta kemur abbi hansara við. Abbin eitur Kaj Kallsberg, og Brandur fer at gleða hann við ymiskum, sum er at finna í viðarlundini. Tvey nokk so ymisk ting taka Felisia og Brandur við sær úr stovuni hjá abbanum abbin veit av ongum. Kolbrún hjálpir teimum at seta alt vakurt upp, og so er dekoratiónin klár. Og vísindamenninir, Ásbjørn og Petur, fara at blanda vatn, tað er ikki vandamikið, men saman við einum evni sum kallast Carbit, so kann lættliga eldur koma í. Tí mugu báðir tveir hava bæði oyrnavernd og verndarbrillur. Og spælivertirnir Sanna og Sølvi hava boðið einum spælivini við, hon torir at spæla Eggjaroulette. Tað er Anna Joensen Næs, sum væl torir at bjóða av. Felisia Jógvansdóttir Helmsdal er vertinnan. Lagt til rættis Elin Dagbjartsdóttir Neshamar, Bjørg Mohr Anderssen og Páll Danielsen. Tað er merkisvert, skrivar Hagstovan, at arbeiðsloysið hjá 25 til 34 ára gomlum monnum er vaksið frá november í 2014 til november í fjør, samstundis sum tað er minkað hjá øllum øðrum. Sambært ALS eru 569 fólk arbeiðsleys í dag, 304 kvinnur og 265 menn. Í tølunum hjá Hagstovuni eru eisini tey, sum eru skrásett hjá Almannaverkinum at vera arbeiðsleys. Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at fundur var við allar partar seinnapartin leygardagin. Síðani hava semingsmenninir fyrireikað semingsuppskotið, sum ætlanin er at leggja fyri partarnar seinnapartin ella tíðliga í kvøld. Samráðingarnar millum Pedagogfelagið og arbeiðsgevararnar um nýggjan sáttmála fyri tann, sum fór úr gildi 1. oktober í fjør, byrjaðu síðst í oktober. Ein mánað seinni boðaði Pedagogfelagið frá, at eingin semja var í eygsjón. Og beint fyri jól varð Semingsstovnurin boðsendur, tí partarnir kundu ikki semjast um nýggjan sáttmála. Eitt av krøvunum hjá Pedagogfelagnum er, at tey sum vegleiða námsfrøðilesandi í starvsvenjing, skulu hava hægri ískoyti fyri tað, tí ískoytið er ikki hækkað síðani í nítiárunum. David Bowie doyði í gjár, 10. januar, 69 ára gamal. Hann læt sína 25. studioútgávu, Blackstar, úr hondum tveir dagar fyri, á sínum 69 ára føðingardegi. Sonur Bowie, filmsleikstjórin Duncan Jones, váttaði tíðindini í boðum á sosialu miðlunum. Familjan var savnað, tá David Bowie sovnaði stillisliga eftir at hava drigist við krabbamein í 18 mánaðir, skrivaði Duncan Jones. Úr øllum heraðshornum koma heilsanir til heimsgitna tónleikaran, sum byrjaði í tónleikinum longu í 1962. Neyðhjálpin, ið skuldi koma, er seinkað, skrivar BBC. Deildir hjá Bashar al Assad, forseta, hava kringsett uppreistrarsinnaða býin síðani juli mánaði í fjør. Heimsmatvørustovnurin, WFP, vónaði annars, at neyðhjálp kundi veitast teimum 40.000 íbúgvunum í býnum. Fleiri børn, sjúk og gomul eru deyð í hungri, tí tey ikki hava fingið viðgerð fyri sjúku. Ógreitt er, hvussu nógv fólk eru deyð. Nýggjar myndir vísa svøltandi børn, millum annað ein lítlan drong, sum ikki hevur fingið at eta í eina viku. Óvæntaðar hendingar bera í sær, at bilafylgið við neyðhjálp kemur í fyrsta lagi einaferð í dag til Madaya, sum liggur á einum fjallatoppi. Madaya er ikki einasti býur, har fólk hungra, men býurin hevur verið nógv umrøddur, tí fleiri myndir frá býnum síggjast á sosialum miðlum. Til samans búgva 400.000 fólk í 15 sýriskum býum, ið eru kringsettir. Útlendingaøkið skal yvirtakast fyrst, áðrenn vit av álvara fara at tosa um at taka flóttafólk til Føroya. Poul Michelsen, landsstýrismaður, hevur svarað Kristinu Heðinsdóttur Clementsen, løgtingskvinnu. Hann sigur millum annað í svarinum, at sum skipanin er, heldur hann ikki, tað er skilagott at taka flóttafólk til Føroya við vælsignilsi frá donskum myndugleikum og sambært donskum lógarásetingum, sum skulu setast í gildi fyri Føroyar. Tí haldi eg, sigur Poul Michelsen, at vit fyrst skulu hugsavna okkum um at fremja skipaða og skilagóða yvirtøku og samstundis kanna gjølla møguleikarnar fyri, hvussu Føroyar kunnu taka flóttafólk, um til dømis politisk undirtøka er fyri tí. Poul Michelsen heldur sjálvur, at vit eiga at taka í móti flóttafólkum, men ikki fyrr enn vit sum land formliga hava tikið hesa ábyrgd á okkum. Vit í Føroyum hava eins og øll onnur lond avbjóðingar, sum skulu loysast og peningur skal setast av til. Men vit kunnu rætt og slætt ikki loyva okkum at hugsavna okkum um Føroyar aleina. Tíverri haldi eg, at vit frá almennari síðu í ov stóran mun hava haft lyndi til at gera tað, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkismálum. Hann heldur, at vit í Føroyum duga í so væl at njóta rættindi og ágóðar, sum altjóða samstarv og heimurin kring okkum hava at bjóða. Tá okkurt skal latast afturfyri, skortar viljin hjá tí almenna í ov stóran mun, sigur Poul Michelsen. At telja jólini er nakað, tey gera, tá farið verður upp á gólv. Í Norðurlandahúsinum hava tey valt at leggja fram várskránna við íblástri úr táttunum Stat op Santa Simeon og Mær gav Sankta Mortan. Sambært Sunnuva Bæk frá Norðurlandahúsinum er ársins várskrá so rúgvusmikil sum sjáldan áður. Løgreglan hevur fingið fleiri fráboðanir um vindskaðar um vikuskiftið. Serliga í Suðuroy og í Havn hevur vindurin gjørt um seg, sigur Hallgrím Hansen, vaktleiðari á politistøðini í Havn. Sambært donsku veðurstovni, DMI, verður nógvur vindur í allan dag og í morgin. Í fyrstu sendingini í 2016 hoyra vit løg av plátuni Still Life Talking við superbólkinum Pat Metheny Group, sum kom út á Geffen Records í 1987. Eisini hoyra vit eitt lag av plátuni Don t Try This At Home , við amerikanska saxofon snillinginum Michael Brecker, sum kom út á Impulse Records í 1988. Lagt til rættis Arnold Ludvig. Vit hoyra Elora festival singers, Hamrahlíðarkórinn, Tórshavnar kamarkór, Det norske solistkor og onnur. Lagt til rættis Gunnvør Poulsen. Í sendingini fara vit millum annað at hoyra tónleik úr nýggju fløguni hjá Ken og Birgittu. Eisini verður violatónleikur eftir Gordon Jacob, Obo og Strúkikvartett, og Joshua Bell á skránni. Lagt til rættis Angelika Nielsen. Tað upplýsir Vinnuhúsið á heimasíðuni . Í 2014 vórðu tikin 70.893 tons í kruvdari vekt. Útlit eru fyri, at meira verður tikið í ár enn í fjør. Men fyrst mugu nakrar forðingar beinast av vegnum, tí starvsvenjingartíðin í Póllandi er skipað øðrvísi, og talið á vegleiðarum, at taka ímóti teimum lesandi, er avmarkað. Ein triðingur er vístur av landinum, tí tey hava framt eitthvørt revsivert, og tey eru úr fleiri londum. Sløk 1600 fólk vórðu send av landinum, tí tey ikki fingu uppihaldsloyvi. Føroyar, ár 1562. Magnus Heinason ætlar sær út í heimin. Hann droymir um vandamiklar sjóferðir og bardagar við sjórænarar. Hann er sterkur og djarvur fúsur at hjálpa vinum sínum og berjast við fíggindar sínar. Einki kann forða honum roysnisbrøgd eru í væntu. Eilif Mortanson hevur skrivað bókina Magnus Heinason Ein sjógarpur. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 1992. Páll Danielsen lesur og Dánjal Tavsen gjørdi ljóðmyndina. Føroyar, ár 1562. Magnus Heinason ætlar sær út í heimin. Hann droymir um vandamiklar sjóferðir og bardagar við sjórænarar. Hann er sterkur og djarvur fúsur at hjálpa vinum sínum og berjast við fíggindar sínar. Einki kann forða honum roysnisbrøgd eru í væntu. Eilif Mortanson hevur skrivað bókina Magnus Heinason Ein sjógarpur. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 1992. Páll Danielsen lesur og Dánjal Tavsen gjørdi ljóðmyndina. Foreldrafelagið Heim og skúli fer ikki á fund við mentanarnevndina hjá løgtinginum í sambandi við broytingarnar, sum skulu gerast í hjúnabandslógini. Skúlastýri í Sankta Frans skúla í Havn vil sleppa at lata næmingarnar í skúlanum halda fram í 8. og 9. flokki, og stýrið hevur sent Tórshavnar kommunu áheitan um a seta á stovn framhaldsdeild So greiður var David Cameron, bretski forsætisráðharrin, tá hann skuldi lýsa landsmannin, ið andaðist mánamorgunin av krabbameini. Tað, sum tey flestu longu høvdu væntað, var aftur greitt í kvøld. Lionel Messi vann FIFA Ballon d Or og kann kalla seg heimsins besta fótbóltsspælara. Hetta er ein serlig løta fyri meg, og nógv meira enn eg nakrantíð droymdi um sum barn, segði Messi, tá hann hevði fingið heiðurin. Hann vann sponsku landskappingina, sponsku steypakappingina og ikki at gloyma størstu evropeisku kappingina fyri feløg, Champions League. Afturat hesum vann Messi saman við liðfeløgunum í FC Barcelona eisini HM fyri feløg. Messi skoraði fyrsta málið í 3 0 sigrinum á River Plate í finaluni í desember mánaði. Onnur halda framvegis, at landsmaðurin hjá Lionel Messi, Diego Armando Maradona, eigur munin. Onnur halda, at tað er brasilski Pel . Í øllum førum hevur Messi vunnið sær ein heiður afturat, og nú hevur hann vunnið Ballon d Or tvær ferðir oftari enn nakar annar. Allar kvinnur skul eiga á Landssjúkrahúsinum, og Suðuroyar sjúkrahús eigur at vera til taks sum kirurgiskt føðistað, tá bráðkomnar støður taka seg upp. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, vil ikki gera samrøðu í dag, men hon sigur, at tey fara at senda málið um at eiga heima víðari til Landslæknan. Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, endurtók í gjár, at Føroyar eiga at hjálpa flóttafólki, men tað skal gerast á staðnum ella í grannalondunum hjá londunum, fólk flýggja úr. Á staðnum kunnu vit hjálpa fleiri 100 fólkum fyri somu pengar, sum Poul Michelsen ætlar at hjálpa tveimum flóttafólkum við at taka tey til Føroya, sigur Jørgen Niclasen. Fólkafloksins hugsan er greið, sigur formaðurin. Vit eiga at hjálpa á staðnum og í nærumhvørvinum. Poul Michelsen, landsstýrismaður, sigur, at tað er ein politisk avgerð, um Føroyar skulu taka flóttafólk. Tá uppskot um yvirtøkuleistin verður lagt fyri løgtingið, fær løgtingið eisini eitt uppskot um, hvussu ein flóttafólkatilbúgving kann skipast í Føroyum, sigur Poul Michelsen. Í seinasta lagi klokkan 11.00 í dag skulu Pedagogfelagið, Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum svara Semingsstovninum, um tey góðtaka semingsuppskotið, sum tey fingu stutt fyri klokkan fimm seinnapartin í gjár. Verður semingsuppskotið vrakað, er arbeiðssteðgur væntandi. Vrakar Pedagogfelagið uppskotið, kann felagið boða frá verkfalli. Um arbeiðsgevararnir vraka uppskotið verður verkbann. Arbeiðssteðgur verður tó ikki longu í dag, tí sambært nýggjum reglum skal hann fráboðast 48 tímar frammanundan. So møguligur arbeiðssteðgur byrjar í fyrsta lagi á midnátt hóskvøldið. Hin møguleikin er, at Semingsstovnurin roynir seg við nýggjum semingsuppskoti, um allir partar ikki góðtaka uppskotið, sum teir fingu í gjár. Samráðingarnar millum Pedagogfelagið og arbeiðsgevararnar um nýggjan sáttmála fyri tann, sum fór úr gildi 1. oktober í fjør, byrjaðu síðst í oktober. Beint áðrenn handilin við olju steðgaði í gjár, kom oljuprísurin undir trýst, og ein tunna av olju úr Norðsjónum varð seld fyri minni enn 32 dollarar. Talan er um lægsta oljuprísin síðani í 2004. Nú verður tosað um, at oljuprísurin fer nógv longur niður, kanska niður í 20 dollarar fyri tunnuna, um amerikanski dollarin styrknar skjótt, eru boðini frá amerikanska bankanum, Morgan Stanley. Boðini eru tey somu í Europa, tí prísurin kann lækka nógv, um Saudiarabia heldur fram við at lækka sín prís, fyri at tryggja sær marknaðir, áðrenn Iran av álvara fer at selja olju, tá tiltøkini ímóti landinum verða sett úr gildi seinni í ár. Iran hevur boðað frá, at landið fer at selja eina nýggja oljublanding í apríl, talan er um olju sum minnir mest um oljuna sum grannalandið Irak selur. Tí kann Iran noyðast at lækka prísin, fyri at sleppa inn á marknaðin. Aftur í morgun er oljuprísurin fallin og nú verður ein tunna seld fyri minni enn 31 dollarar fyri tunnuna. Fyrradagin var gjørligt at hoyra sangirnar, ið fara at royna seg í donsku Melodi Grand Prix kappingini, sum verður í Forum í Horsens 13. februar. Fyri føroyingar var áhugavert at frætta, at Kristel Lisberg syngur ein sang, sum verður við í Melodi Grand Prix í ár. Neyðhjálparfólk sum í gjár komu til sýriska býin, Madaya, siga fra nógvum svongum fólkum, sum ikki hava fingið nóg mikið at eta í langa tíð. Tað upplýsir Yacoub El Hillo, sum fyri ST samskipar hjálpararbeiðið í borgarakrígsherjaða landinum. Stjórnardeildir hjá Assad, forseta, hava valdið í Madaya. Samskiparin hjá ST sigur seg stúra fyri, at støðan í tveimum øðrum býum, Foua og Kafyra, er líka ring sum í Madaya. Í teimum býunum hava uppreistrardeildir valdið. ST roknar við, at minst 400.000 fólk í Sýria ikki hava nóg mikið til matna, tí tey búgva í økjum sum eru kringsett av ymsum herdeildum. Læknar uttan landamark hava upplýst, at minst 32 fólk í Madaya eru deyð í hungri seinastu tíðina. Umleið 42.000 fólk búgva í Madaya og tey fingu neyðhjálp í gjár. 15 og 16 januar verður GLS stevnan í Norðurlandahúsinum. Tá plaga umleið 700 fólk, við ymsum leiðarauppgávum, at møtast fyri at fáa íblástur og uppliva góðan felagskap. Luttakarnir koma úr øllum landinum, frá almennum sum privatum, frá stjórum til vanliga starvsfólk og heima sum úti. Føroyska íkasti í ár, er nýggi stjórin á Føroya Tele, Jan Ziskasen og eins og í fjør, er eitt serligt ungdóms tiltak fríggjakvøldið klokkan21, har millum annað eitt húsorkestur á 50 tónleikarum og sangarum verður við. Semingssuppskotið, sum partarnir fingu stutt fyri klokkan fimm seinnapartin í gjár, varð góðtikið. Tað var greitt nakað eftir klokkan 11.00, tá freistin at boða Semingsstovninum frá var farin. Leivur Frederiksen, ítróttarredaktørur í Kringvarpi Føroya, og Tróndur Arge, ítróttarredaktørur í Miðlahúsinum, umrøddu í morgun evni, sum flest fótbóltsáhugað tosa um í hesum døgum, í Góðan morgun Føroyar. Jóan Símun Edmundsson kann vera á veg til týskan fótbólt. Í løtuni royndarvenur hann við Armenia Bielefeld, skrivar heimasíðan hjá Vejle Boldklub. Armenia Bielefeld spælir í løtuni í næstbestu týsku deildini, sum eitur 2.Bundesliga. Armenia Bielefeld er á tólvta plássi. Átjan feløg eru í deildini. 24 ára gamli Jóan Símun Edmundsson er sáttmálabundin hjá Vejle í donsku 1.division. Har hevur føroyingurin skorað seks mál hetta kappingarárið. Norska Uttanríkisráðið hevur boðað frá, at ein norðmaður er millum tey løstaðu í stóra turkiska býnum. Bumbubresturin var beint við Sultan ahmet borgina og bláu moskuna í miðbýnum í Istanbul í morgun. Hetta er eitt vælvitjað ferðamál í Istanbul. BBC skrivar, at ábendingar eru um, at talan var um eina sjálvmorðsbumbu. Økið er nú avbyrgt og kannað verður, hvat slag av spreingievni varð brúkt, sigur guvernørurin í Istanbul sambært BBC. Erdogan forseti segði á tíðindafundi fyri løtu síðani, at útlendingar eru millum tey deyðu, og tíðindastovan Dogan skrivar, at seks týskarar og ein frá Peru er millum tey løstaðu. Bumbubresturin í morgun var so ógvusligur, at hann merktiskt tveir kilometrar burturi, har journalisturin hjá Danmarks Radio, Nanna Muus Steffensen býr. Tað var ein sera harður brestur, sum var so ógvusligur, at eg í roynd og veru helt, at okkurt var hent stutt hiðani, sigur hon við DR. Hon er nú stødd við Sultan ahmet borgina, har bumbubresturin var. Eg havi tosað við ein mann, sum hevur ein handil, sum selur teppi og leirlutir fáar hundrað metrar frá brestinum. Hann var stúrin um, hvussu hetta fer at ávirka Turkaland og ferðavinnuna í Istanbul. Vit vita ikki enn neyvt, hvat er hent, men handilsmaðurin stúrdi fyri, at tað er Islamskur Statur, sum hevur gjørt eitt sjálvmorðsálop, sigur Nanna Muus Steffensen við DR. Talan er um ein søguligan býarpart, sum hevur stóran súmbolskan týdning. Í oktober í fjør var stórt yvirgangsálop í Turkalandi, har í minsta lagi 102 fólk doyði undir eini friðargongu í høvuðsstaðnum Ankara. Nógvar einligar mammur hava tað sera trongligt fíggjarliga. Tað er dýrt at rinda fyri ein góðan bústað við bert einari inntøku. Møguleikarnir fyri at nema sær útbúgving í Føroyum halda fleiri mammur eisini eru avmarkaðir, tí lestrarstuðulin er ov lítil. Í sendingini fylgja vit tveimum mammum og børnum teirra, sum eru flutt til Danmarkar. Umframt at síggja tveir dystir, Liverpool og Arsenal umframt Liverpool og Manchester Uited, verða eisini stundir til annað á 8 daga longu ferðini. Eitt nú skulu tey eta við John Barnes og eisini hitta norðmannin, John Arne Riise Tað upplýsir Vørn. Fýra línuskip eru á Flemish Cap, got, Klakkur, Kambur og Eivind, Harafturat er trolarin Ran á Flemish Cap. Hann fiskar svartkalva. Fyritøkan Vivino hjá Heina Zachariassen, sum hevur høvuðssæti í San Francisco, hevur fingið risastóra kapitalinnspræning meira enn 170 milliónir krónur. Vivino er heimsins størsta vín app við 13 miljónum brúkarum í 228 londum. Í løtuni leggjast heili 25.000 brúkarar aftur at á hvørjum degi, sigur stjórin við Kringvarpið. Tað var í 2010 at Heini Zachariassen saman við Theis Søndergaard fór undir at gera appina Vivino, sum síðani hevur havt øgiligan viðvind. Aftan fyri stóru nýggju íløguna stendur belgiski ríkmaðurin, Christophe Navarre, sum er víðagitin í vín heiminum millum annað fyri at eiga fínastu Champagne merkini. Arbeiðsplássið hevði hvørki sjónvarp ella útvarp, men internet, sum saman við teldu bert varð brúkt til kassaskipan og gjaldskortterminalar, skrivar umboðsmaðurin á heimasíðuni. Umboðsmaðurin vísir á, at arbeiðsplássið hevði internetsamband og tól altso teldu, sum, uttan at vera sjónvarp, kann móttaka sjónvarpssendingar. Vísandi til hesar umstøður, var umboðsmaðurin samdur í niðurstøðuni hjá Mentamálaráðnum um, at arbeiðsplássið ikki lýkur treytirnar fyri at vera undantikin at gjalda kringvarpsgjald. Seinnapartin varð sáttmálin millum Pedagogfelagið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og lønardeildin undirskrivaður. Millum broytingarnar í nýggja sáttmálanum hækkar ískoytið sum pedagogar fáa, tá tey hava lesandi í praktikk av sær sjálvum, lægsta stigið hjá hjálparfólkum fellur burtur, samstundis sum pedagogar fáa eitt stig aftrat. Aftan fyri nýggja stóra íleggjaran stendur ein belgiskur ríkmaður, sum er víðagitin í vín heiminum millum annað fyri at eiga tey fínastu sjampanjumerkini. Peningurin skal nýtast til at styrkja marknaðarstøðuna hjá Vivino sum heimsins størsta vín app, sigur Heini Zachariassen, sum stovnaði og eigur Vivino. Pedagogfelagið, Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum og Kommunala arbeiðsgevarafelagið skrivaðu í dag undir nýggjan tvey ára sáttmála. Rúni Nielsen, sum hevur verið við til at framleiða grindafilmin, ið verður sýndur í annaðkvøld, vil hava okkum at gevast at eta grind. Hann vísir á, at grindahvalur er illa dálkaður, og at heilsumyndugleikin mælir frá at eta grind. Hóast nógvir batar eru, er grindadrápið framvegis ikki nóg humant, heldur Rúni Nielsen. Sea Shepherd dámar ikki meg, tí eg vil hava eitt siðiligt kjak um málið, men teir blaka við runu. Sea Shepherd fer ikki at brúka ein film, sum eg eri partur av, í sínari herferð, sigur hann. Tað sigur Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, nú nýggi bygningurin stendur liðugur samstundis sum felagið fyllir 100 ár. Lønarlagið hjá tí almenna og hjá hvørjum starvsbólki sær skal endurskoðast. Ein nevnd skal setast at lýsa møguleikan at gera eina felags lønarskipan fyri tað almenna í Føroyum. Nevndin skal eisini kanna, um sáttmálar og avtalur á almenna arbeiðsmarknaðinum eru hóskandi karmar fyri at kunna broyta og endurnýggja almenna geiran, so hann sum skynsamast kann røkka sínum endamálum. Í vár verður ein verkstova, har sum almennir arbeiðsgevarar og fakfeløg fara at orða arbeiðssetningin hjá nevndini og tosa um, hvussu nevndin skal skipast. Hetta stendur í einum skjali, sum Pedagogfelagið, Kommunnala arbeiðsgevarafelagið og Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum undirskrivaðu í gjár. Fyri løgtingsvalið í fjør kunngjørdi Pedagogfelagið, at tað vildi hava ein arbeiðsbólk at viðgera eina almenna lønartalvu og lønarlagið á almenna arbeiðsmarknaðinum sum heild. Pedagogfelagið, Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum gjørdu nýggjan tvey ára sáttmála í gjár, tá teir góðtóku semingsuppskotið hjá Semingsstovninum. Trygdarfólk hava kannað og tikið fólk um alt landið síðani atsóknina. Tað er ikki vist at øll hava nakað tilknýti til Islamskan Stat, men tey eru tikin. Islamskur Statur hevur ikki enn tikið ábyrgdina av atsóknini í gjár, men kortini hava turkisku myndugleikarir boðað frá, at tað var ein sjálvmorðsbumbumaður frá Islamskum Stati, sum framdi atsóknina. Greinin heldur fram niðanfyri. Myndugleikarnir siga, at bumbumaðurin var 27 ára gamal, ættaður úr Saudiarabia og hann kom til Turkalands úr Sýria, siga turkisku myndugleikarnir. 10 fólk vórðu dripin í atsóknini, átta av teimum vóru týskarar. 15 onnur fólk vórðu særd. Turkaland hevur sett sær fyri at fáa greiðu á málinum sum skjótast, tí ferðavinnan hevur alstóran týdning fyri landið. 17 færri arbeiðspláss vóru í ráevnisvinnuni, sum fevnir um millum annað grótbrot og sandgrevstur, sambært tølum, sum Hagstovan kunngjørdi í gjár. 14 færri arbeiddu á skipasmiðjunum, 12 færri fingust við post og fjarskifti og níggju færri arbeiddu í landbúnaðinum í oktober í fjør enn í 2014. Byggivinnan hevur úr at gera, og í henni vóru 119 fleiri fólk í fjør, og í heilsuverkinum og almannaverkinum vóru 136 fleiri arbeiðspláss í oktober í fjør. Í sendingini hoyra vit fimm løg av plátuni Blue Skies við amerikansku sangarinnuni, Cassandra Wilson, sum kom út á JMT Records í 1988. Cassandra Wilson syngur, Mulgrew Miller spælir klaver, Lonnie Plaxico kontrabass og Terri Lyne Carrington spælir trummur. Lagt til rættis Arnold Ludvig. Sjálvhjálparbólkinum Menn sum hava, ella hava havt, prostatakrabba, skipar fyri tiltaki í kvøld klokkan19, har Jóhan Poulsen, urologur og yvirlækni, heldur fyrilestur um tað nýggjasta innan Prostatakrabba. Sum útgangsstøði, tekur Johan heilsukanningina hjá Fólkaheilsuráðnum, sum sigur, at 2 út av 3 føroyskum monnum eru ov feitir, og her er tað, at Johan Poulsen heldur at tað avgjørt er samanhangur millum ov feitar menn og eitt nú prostatakrabba. Angela Merkel sigur við Reuters tíðindastovuna, at tað er stórarbeiði at fáa flóttafólkini at falla til í Týsklandi, og tað krevur nógva orku. Týskland tók í fjør ímóti meir enn einari millión flóttafólkum og tilflytarum annars. Tað er eitt prosent av samlaða fólkatalinum í Týsklandi. Angela Merkel lovaði á landsfundinum hjá konservativa flokkinum í desember, at Týskland ikki fór at taka ímóti eins nógvum flóttafólkum í ár sum í fjør. Merkel legði kortini aftrat, at Týskland framvagis má vera eitt land, sum virðir onnur. Innanhýsis í konservativa flokkinum er mótstøðan stór ímóti flóttafólkapolitikkinum hjá samveldiskanslaranum. Millum annað fór fyrrverandi løgmálaráðharrin í Sachsen, Steffen Heitman úr flokkinum í desember, sum mótmæli ímóti flóttafólkapolitikkinum. Ungdómsfelagið hjá flokkinum hevur kravt, at Merkel setur mark fyri, hvussu nógv flóttafólk kunnu koma til Týsklands, men tað hevur hon higartil sýtt fyri at gera. Nú kunnu húski við lítlari inntøku søkja um familjuískoyti frá Almannaverkinum. Lógin, sum skal hjálpa fólki í fátækraváða, kom í gildi á nýggjárinum. Tað ræður um at gera skjótt av, sigur Almannaverkið. Tey, sum søkja nú í januar og fáa umsóknina góðkenda, fáa stuðul fyri januar, men fyrsta útgjaldið verður tó ikki fyrr enn seinni í ár. Stakir uppihaldarar við einum barni fáa 18.000 krónur um árið fyri fyrsta barnið, umframt 5.000 krónur fyri hvørt barnið, sum er afturat tí fyrsta barninum. Hjá pørum við einum barni er familjuískoytið 22.000 krónur um árið, umframt 5.000 krónur fyri hvørt barnið, sum er afturat tí fyrsta barninum. Fult familjuískoyti verður veitt teimum, sum hava árliga inntøku upp til 190.000 krónur um árið, og lækkar ískoytið stigvíst so hvørt sum inntøkan hækkar. Lea Kampmann, sum hevur búð í Danmark, síðan hon var fimm, er fyri kortum flutt aftur til Føroya, her hon hevur skipað ein bólk saman við Leo Lávík, Vinjar Egilsnes Petersen og Magnusi Lydersen. Hon hevur altíð fingist við tónleik. Violin, klaver, gittari og sangur hava fylgt henni, síðan hon var smágenta. Í dag er Lea Kampmann 19 ár, og í morgunsendingini spældi hon saman við 19 ára gamla Leo Lávík og 17 ára gamla Vinjar Egilsnes Petersen løgini Silver Lady og Flood, sum tey sjálv hava gjørt. Lea Kampmann hevur spælt nógv í Danmark, men hevur eisini havt nakrar framførslur í Føroyum, síðan hon flutti heim. Løgini, hon spældi í Góðan morgun Føroyum, vera ætlandi á komandi útgávuni, sum tey nú eru farin undir at fyrireika. Føroyar, ár 1562. Magnus Heinason ætlar sær út í heimin. Hann droymir um vandamiklar sjóferðir og bardagar við sjórænarar. Hann er sterkur og djarvur fúsur at hjálpa vinum sínum og berjast við fíggindar sínar. Einki kann forða honum roysnisbrøgd eru í væntu. Eilif Mortanson hevur skrivað bókina Magnus Heinason Ein sjógarpur. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 1992. Páll Danielsen lesur og Dánjal Tavsen gjørdi ljóðmyndina. Í mong ár hava vit fingið at vita, at vit kunnu ikki fáa nóg mikið av D vitaminum, og at allar góðar grundir hava bent á, at vit skulu taka nóg mikið av D vitaminum. Ein bretskur professari vendir nú øllum upp og niður. Hann sigur, D vitaminir eru als ikki so góðar, sum hildið annars hevur verið í áratíggju, skrivar videnskab.dk Tað er ikki vísindaliga prógvað, at D vitaminir eru góðar fyri fólk. Tvørturímóti, sigur Tim Spector, professari á Kings College London, sambært videnskab.dk Taka fólk ov nógvar vitaminir, kann tað sambært Tim Spector elva til, at fólk doyggja fyrr, og í ringasta føri økja um vandan fyri krabbameini og hjartasjúkum. Greinin heldur fram niðanfyri. Tim Spector er sannførdur eftir at hava sæð vísindaritgerðina Vitamin D Supplementation and Increased Risk of Falling , ið American Medical Association hevur kunngjørt. 27 verkætlanir, sum Tim Spector hevur gingið ígjøgnum, vísa, at vitaminískoytið er nyttuleyst og ikki fyribyrgjandi, tá talan er um álvarsamar sjúkur. Til dømis eru nakrir menn, ið taka E vitamin og selen sum kostískoyti, í størri vanda fyri at fáa prostatakrabba enn aðrir, ið ikki taka E vitamin og selen, er niðurstøðan hjá honum. Síðani 80 ini eru ritgerðir gjørdar í túsundatali, ið hava roynt at vísa á sambandið millum sjúkur og trotið á D vitaminum uttan, at tað hevur eydnast til fulnar, sigur professarin á Kings College. Marknaeftirlitið varð sett í gildi 4. januar, og skuldi vara í 10 dagar, fyri at sleppa undan at flóttafólk vórðu noydd at steðga á í Danmark, tí tey ikki sluppu til Svøríkis. Nú hevur so Danmark gjørt av at leingja marknaeftirlitð til fyrst í februar. Tað verður gjørt fyri at tryggja lóg og landaskil, sigur ráðharrin í útlendinga og integratiónsmálum, Inger Støjberg. 200 løgreglufólk hava kannað fremmandu fólkini sum koma til landið. Danska stjórnin ætlar kortini ikki at herða eftirlitið, stendur í boðunum frá stjórnini. Ein 22 ára gamal maður doyði undir lossing, tí ein plattur brotnaði, sum var á veg upp úr lastini á grønlendska trolaranum Ilivileq, sum umskipaði frystan makrel við Eystaru bryggju í Havn. Maðurin arbeiddi fyri Faroe Maritime Services. Arbeiðseftirlitið kannaði vanlukkuna og mælti til at geva Faroe Maritime Services 40.000 krónur í bót fyri ikki at halda sínar skyldur sum arbeiðsgevari. Felagið fekk síðani eitt sektaruppskotið frá fútanum, men hevur ikki viljað goldið bótina. Felagið er ikki nøgt við málsviðgerðina og niðurstøðuna hjá Arbeiðseftirlitinum. Hóast fýra mánaðir eru lidnir, síðan samgonguskjalið varð undirskrivað, fæst kortini einki at vita um nýskipanarnevndina, ið skal koma við uppskoti um nýggjan fiskivinnupolitikk. Útvarpið bað fyri viku síðan um innlit í arbeiðssetningin hjá nýskipanarnevndini og annað tilfar í sambandi við nýskipanararbeiðið, millum annað um, hvør væntandi skal manna nevndina. Løgdeildin hjá Fiskimálaráðnum sigur, at talan er um innanhýsis arbeiðsskjøl og vil tí ikki geva Kringvarpinum innlit í, hvussu tað gongur at seta nevndina, og hvussu arbeiðssetningurin ljóðar. Tónin í samgonguskjalinum er annars greiður. Har stendur, at ein vítt samansettur arbeiðsbólkur við fakligum førleikum og vinnuligum royndum verður settur alt fyri eitt at gera tilmæli til politisku skipanina um nýskipan av fiskivinnuni frá 1. januar 2018. Eisini stendur, at fiskivinnan í framtíðini skal verða grundað á marknaðartreytir. Men nú fýra mánaðir eru gingnir síðan samgonguskjalið varð undirskrivað, ber einaferð enn til at staðfesta, at tíðarásetingar í politikki eru ikki altíð so eftirfarandi. Alt fyri eitt er nú vorðið til 120 dagar, og eftir ætlan skal nýskipanarnevndin vera komin við sínum tilmæli í seinasta lagi á ólavsøku í ár. Frá í dag at rokna eru 157 samdøgur til ólavsøku. Hann hevur eisini sagt, at talan skal vera um eina óhefta nevnd við fólki, ið hava gott innlit í fiskivinnuna, løgfrøði, búskaparfrøði og fíggingarviðurskifti. Óhefta nevndin skal sum skilst hava tveir fylgibólkar, ið regluliga skulu hoyrast um nýskipanararbeiðið. Annars verður annar politiski fylgibólkurin við umboðum fyri flokkarnar á tingi eftir ætlan settur. Hin er ein vinnuligur fylgibólkur við umboðum úr fiskivinnuni. Mentamálaráðið stuðlar í ár fýra leiklistaverkætlanum við tilsamans 450.000 krónum. GUT við Mariann Hansen fær 50.000 krónur til listaliga gransking sum fyrireiking til leik. Teatur Grugg við Súsonnu Tórgarð fær 125.000 krónur til uppseting av finska leikinum Sangir við gráa havsins strendur eftir Pipsa Lonka. Marita Dalsgaard fær 75.000 krónur til fyrireiking av griksku tragediuni Medea eftir Euripedes, og Leikarafelag Føroya fær 200.000 krónur til norðurlendska leiklistafestivalin, Dagarnir 2016. Stuðulin til yrkisleiklist, sum í ár er 450.000 krónur, verður latin á hvørjum ári eftir tilmæli frá Leiklistaráðnum, ið virkar sambært lógini um Tjóðpall Føroya og stuðul til yrkisleiklist við meira. Í nátt, okkara tíð, helt amerikanski forsetin, Barack Obama, sína seinastu røðu fyri Kongressini. Obama nýtti fyri tað mesta høvið at vísa á, hvussu USA í hansara tíð sum forseti hevur reist seg eftir fíggjakreppuna í 2007. Lógvabrestirnir rungaðu í nátt í stórbæra bygninginum, sum hýsir amerikonsku kongressini á Capitol Hill í Washington. Hetta var seinasta ferð Barack Obama sum forseti helt røðu fyri Kongressini. Í røðuni smæddist forsetin, Barack Obama, ikki, tá hann vísti á tað, ið er fingið av skafti, síðan hann flutti inn í Hvítu Húsini í 2009. USA hevur sterkasta og haldbesta búskapin í heiminum, segði forsetin millum annað í seinastu røðuni fyri Kongressini í nátt okkara tíð. Arbeiðsloysið er minkað eina helvt, tí at ongantíð í søguni eru so nógv nýggj størv skapt í USA, sum seinastu árini, segði Obama millum annað. Hann segði eisini, at hallið á fíggjarlógini er minkað munandi, og at ein nýggj heilsuskipan er sett í verk. Obama harmaðist kortini um, at veingirnir í amerikanskum politikki standa longri frá hvør øðrum enn fyrr. Millum annað hevur ikki borið til hjá Obama at finna semju um eina nýggja vápnalóggávu, og spurningurin um tilflytarar er eisini í stóran mun óloystur. Uttanríkispolitiskt vísti Obama á nýggju veðurlagsavtaluna, sum varð undirskrivað í heyst og á kjarnorkuavtaluna við Iran. Forsetaval verður í USA november, og republikansk valevni hava funnist hvassliga at røðuni. Donald Trump, sum løtuni er høvuðsvalevni hjá Republikanska flokkinum, segði, at røðan var keðilig. Ted Cruz kappast eisini um at gerast forsetavalevni. Hann segði, at Obama í røðuni avnoktaði veruleikan um støðuna í USA. Jeb Bush, beiggi fyrrverandi forsetan, George W. Bush, fíltist eisini á røðuna og visti á ótryggu altjóða politisku vidurskiftini i Miðeystri og Norðurkorea, sum Obama var sparin við at nevna. Mong halda, at Jeb Bush hevur góðan møguleika at gerast forsetavalevni hjá Republikanarum í heyst. Hjá Demokratunum er nógv, sum bendir á, at Hillary Clinton verður valevni. Lønirnar í Føroyum settu met í seinasta ársfjórðingi í 2015. Í fjør fingu fólk í Føroyum yvir átta milliardir krónur í løn, sum eru knappliga hálv milliard meira enn í fjør. Serliga hýrurnar vóru betri í fjør enn árið fyri. Fiskimenn fingu slaka eina milliard og 700 milliónir krónur í hýrum í 2015, 12,4 prosent meira enn í fjør. Hetta er annað árið á rað við so stórum vøkstri. Vit skulu heilt aftur til aldaskiftið eftir slíkum tølum, skrivar Hagstovan á heimasíðuni. Við einum undantaki, sum er ráevnisvinna, rindaðu allar vinnugreinar í Føroyum meira í løn í 2015 enn í 2014. Lønir, sum føroyingar fáa í øðrum londum, eru ikki við í tølunum hjá Hagstovuni. Ein meiningakanning, sum er gjørd millum ungar arabiskar muslimar í fleiri londum, vísir, at tey ungu halda, at Islamiskur Statur og al Qaeda reingja ella avlaga læruna hjá islam. Í minsta lagi tríggir fjórðingar av teimum spurdu halda, at IS og Al Qaeda antin púrasta avlaga islamsku læruna ella hava mistikið seg í tí mesta, sigur kanningarstovnurin Zogby, ið hevur gjørt kanningina. Í kanningini spurdu tey útivið 5.400 fólk í aldrinum 15 34 ár úr Marokko, Egyptalandi, Saudiarabia, Sameindu Arabisku Emiratunum, Bahrein, Kuwait, Jordan og teimum palestinsku økjunum. Talan var bæði um kvinnur og menn. Yvir 90 prosent av teimum ungu í Marokko og Sameindu Arabisku Emiratunum skýra báðar bólkar at vera eina fullkomna avlagan av islam. Í palestinsku økjunum og í Saudiarabia halda 55 prosent av teimum spurdu í kanningini, at Islamiskur Statur og al Qaeda reingja islamsku læruna. Fleiri av teimum ungu gott 30 prosent halda, at mutur og kúgandi stjórnir eru orsøkin til, at ungar kvinnur og menn fara upp í slíkar víðgongdar bólkar. Onnur halda, at víðgongdir prestar hava ein leiklut, og eisini vantandi útbúgving. Kanningarnar hjá Zogby stovninum vórðu gjørdar í oktober og november í fjør. Skulu vit yvirtaka útlendingaøkið, mugu vit yvirtaka alt økið, ikki bara ein part av tí, og tað merkir, at vit sum samfelag, mugu liva upp til okkara ábyrgd í altjóða samfelagnum, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis og vinnumálum. Fólkaflokkurin, sum vanliga tekur undir við at yvirtaka útlendingamál, atkvøður ikki fyri, um tað merkir, at flótafólk koma til Føroya, sigur Jørgen Niclasen. Í hesum radaranum fært tú innlit í, hví tað er so ringt at yvirtaka útlendingamøkið. Hvat liggur í trupuelleikanum við Schengen, og hvat ber tað í sær at yvirtaka útlendingaøkið. Vit hava tosað við Rúna Joensen, fyrrverandi aðalstjóra í Innlendismálaráðnum, sum hevur arbeitt við málinum í nógv ár, og Jóhan Paula Helgason, fulltrúða í Uttanríkis og Vinnumálaráðnum, sum fyrireikar málið í dag. Iran og Saudiarabia eru nærri einum kríggi enn nakrantíð. Kemur tað til samanbrest millum londini, er vandi fyri, at tað verður borgarakríggj í fleiri grannalondum, ið hava stórar bólkar av sunni og shihamuslimum. Iran verður støðugt sterkari í Miðeystri og fær somuleiðis alsamt betri samband við USA og Europa. Tað er serliga kjarnorkuavtalan, sum Iran gjørdi við USA í fjør summar, sum ber í sær, at landið sleppur inn í hitan hjá Vesturheiminum, og hetta hóvar ikki Saudiarabia, sum vanliga er tað landið í Miðeystri, sum Vesturheimurin hevur mest álit á. Saudiarabia kann missa oljuinntøkur frá Vesturheiminum og vald í umráðnum. Millum annað hetta er atvoldin til, at Saudiarabia er komið til ilnar við Iran við at avrætta millum onnur kenda shia prædikantin, Nimr al Nimr. Iran svaraði aftur við at seta eld á saudiarabiska sendistovanuna, og eftir hetta kvetti Saudiarabia alt diplomatiskt samband við Iran. Føroya rættur álegði eisini skiparanum at rinda sakarkostnaðin. Skiparin var ákærdur og er nú dømdur fyri at hava avreitt til Kósina í Klaksvík 12. februar í 2013. Skiparin er dømdur, tí hann ikki fráboðaði Fiskiveiðieftirlitinum frá seks tímar frammanundan, hvar og nær hann ætlaði at avreiða. Hann sigur, at avreiðingin var ikki byrjað, tá fólk frá Fiskiveiðieftirlitinum kom umborð. Hann hevði tí kunnað bíðað í seks tímar við at avreiða fiskin ella farið út aftur á fiskileið uttan at avreiða. Stýrimaðurin, sum varð avhoyrdur sum vitni í rættinum, segði, at hann royndi at senda eini sms boð til Fiskiveiðieftirlitið um ætlaðu avreiðingina í Klaksvík, men tað riggaði ikki, segði hann. Eftirlitsmaðurin hjá Fiskiveiðieftirlitnum segði, at tá hann kom umborð, var avreiðingin byrjað. Føroya rættur sigur í sínari niðurstøðu, at einki bendir á, at fiskurin ikki skuldi í land so skjótt sum skipið kom til Klaksvíkar. Hóast tað ikki riggaði at senda sms boð, hevði borið til at boðað frá á heimasíðuni hjá Fiskiveiðieftirlitinum, staðfestir Føroya rættur. Skiparin er tí funnin sekur. Bótin er 5.000 krónur. Føroya rættur brúkti rættarvenjuna í Danmark í slíkum málum at miða seg eftir, tá bótin varð ásett. Størsta arbeiðsloysið í prosentum er hjá kvinnum í Suðuroynni, siga tølini hjá Hagstovuni fyri november í fjør. 4,5 prosent av kvinnunum í Suðuroynni vóru arbeiðsleysar í november í fjør. Tær vóru tó færri enn árið fyri. Í november í 2014 var arbeiðsloysið hjá kvinnum í Suðuroynni 6,2 prosent. Arbeiðsleysu kvinnurnar í Suðuroynni vilja arbeiða. Tær flestu eru til reiðar at fara í skúla, í læru, skifta starvsgrein ella blíva umskúlaðar fyri at sleppa á arbeiðsmarknaðin aftur. Nærum allar vilja gera broytingar fyri betur at kunna taka tey arbeiði, sum eru í oynni. Tað var niðurstøðan í einari kanning, sum Monika Nolsøe Johannesen sjálv triðja gjørdi í november í 2014. Kanningin var ein verkætlan á Fróðskaparsetrinum. Monika Nolsøe Johannesen skrivar um arbeiðsleysu kvinnurnar í Suðuroynni og kanningina í blaðnum hjá Samtaki, sum var í Sosialinum í gjár. Kanningin vísti eisini, at nakrar arbeiðsleysar kvinnur vóru til reiðar at fara í arbeiði, sum gevur nógv minni løn enn arbeiðið, sum tær mistu. Ein triðingur var til reiðar at arbeiða skeivar tíðir, tað er um kvøldið og um náttina. Eftir at kanningin varð gjørd í november í 2014 er fjarlestrardepil stovnaður í Vági. Niðurstøðan í kanningini frá november 2014 var eisini, at torført var hjá kvinnum í Suðuroynni at fáa arbeiði, tí har eru so fá størv, fáar útbúgvingar, fá lærupláss og illa ber til at arbeiða í aðrari oyggj. Niðurstøðan í kanningini er, at arbeiðsloysið í Suðuroynni er geografiskt. Nógv tær flestu arbeiðsleysu kvinnurnar í Suðuroynni eru ikki tað, sum verður rópt mobil arbeiðsmegi. Føroyar, ár 1562. Magnus Heinason ætlar sær út í heimin. Hann droymir um vandamiklar sjóferðir og bardagar við sjórænarar. Hann er sterkur og djarvur fúsur at hjálpa vinum sínum og berjast við fíggindar sínar. Einki kann forða honum roysnisbrøgd eru í væntu. Eilif Mortanson hevur skrivað bókina Magnus Heinason Ein sjógarpur. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 1992. Páll Danielsen lesur og Dánjal Tavsen gjørdi ljóðmyndina. Sendingin snýr seg um HPV koppsetingina, og tey hjáárin, koppsetingin hevur við sær. Vit hitta ungu kvinnurnar, Sunnivá Waag Dam og Fridu Brockie Davidsen, sum báðar hava verið illa sjúkar, síðan tær lótu seg koppseta móti HPV. Katrin Kallsberg, lækni, greiðir frá koppsetingini, møguligum hjáárinum og hagtølum frá skrásettu tilburðunum seinastu árini. Vit hitta eisini Gunnvá Wardum, sjúkrarøktarfrøðing, og tvær mammur, Johonnu Lndenskov Joensen og Vanju Davidsen. Slóð til síðu hjá Sundhedsstyrelsen Bivirkninger ved HPV vaccinen Tveir leiðarar skulu veljast, ein frá privata sektorinum og ein frá tí almenna. Synergi skrivar soleiðis á heimasíðuni Aftur í ár hava øll møguleika at senda inn tilnevningar. Tá tilnevningarfreistin er farin afturum, fer dómsnevndin, at viðgera innkomnu uppskotini og finnur fram 3 sterkar toppkandidatar. Síðani tekur dómsnevndin endaliga avgerð og verða Ársins Leiðarar kunngjørdir á Leiðaradegnum 2016, tann 29. januar. Talan er um bestu statisku lýsing, bestu dynamisku lýsing, besta marknaðartiltak og besta átak á sosialu miðlunum. Tú kanst atkvøða um ársins bestu lýsingar í Føroyum á facebooksíðuni hjá felagnum. Atkvøðast kann til í kvøld, hóskvøldið, 14. januar 2016. Eiler Fagraklett, formaður, væntar, at vit fara skjótt at síggja fyrstu føroysku stjørnurnar á sosialu miðlunum. Nýggjar appir loyva brúkarum at stroyma gerandisdagin hjá teimum, sum tey fylgja, og longu nú eru føroyingar, ið hava nógvar fylgjarar. Heilsumálaráðið fekk eitt felags tilmæli frá Suðuroyar Sjúkrahúsi og Landssjúkrahúsinum um millum annað føðideildina á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Leiðslan á Suðuroyar Sjúkrahúsi heldur, at kvinnur, ið ikki vildu til Havnar at eiga, kundu fáa tilboð um heimaføðing á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Landslæknin skal taka støðu til, um tað er fakliga ráðiligt at seta eina skipan í verk, her kvinnur kunnu eiga á Suðuroyar Sjúkrahúsi við somu treytum, sum ein, ið vil eiga heima. Runt um í landinum ljóða harðir brestir og hvøll skot í grannalagnum hjá kirkjuni. Tað er næstan ikki inniverandi, skrivar Jógvan Fríðriksson, biskupur, á heimasíðu fólkakirkjunnar. Vanligt var at hava gudstænasta klokkan trý korter til midnátt nýggjársaftanskvøld. Men nútíðar nýggjárshald órógvar so illa, at hetta ber illa til longur, sigur biskupur. Ja, enntá í dómkirkjuni fyri fáum árum síðani stukku vit leys úr stólinum, so álvarsliga var nýggja árið fagnað á tignarligum og søguríkum staði, skrivar Jógvan Fríðriksson, biskupur. Kirkjuráð og prestar hava endurskoðað og mett um støðuna. Skilagóðar niðurstøður eru funnar, skrivar biskupur. Nógvar kirkjusóknir hava valt at flyta gudstænastuna nakrar tímar til tess at minka um darvandi árinini, sum hvøllir brestir hava á gudstænastuna. Ann Ellefsen ummælir bókina Svanirnir syngja eftir Oddvør Johansen. Gittaristarnir er heitið á nýggjum sjónleiki, sum tey seta upp í Klaksvík og sum skal framførast um fáar vikur. Gunnar Nolsøe hevur loddað dýpið. Armgarð Weihe, fulltrúi á mentanardeildini í Mentamáaráðnum, greiðir frá Mentanarvirðislønum Landsins, sum verða latnar nú fríggjakvøldið. Petur Pólson, sigur frá síni David Bowie ávirkan, nú víðgitni enski tónlistamaðurin andaðist. Og vita tit, at ein hin mest lisni føroyski rithøvundurin eitur Eilif Mortansson og at hann bara skrivaði á donskum Hann hevði fylt 100 í dag vit gera eitt serstakt Eilif Mortansson tema. Poul Michelsen, landsstýrismaður í Vinnumálum, eigur 12 prosent av partapenigninum í P f Poul Michelsen, sæst í listanum, ið er kunngjørdur. Hann eigur eisini 55 prosent av partapeninginum í PM Holdning, sum aftur eigur 46 prosent av partapeninginum í P f Poul Michelsen. Í yvirlitinum sæst eisini, at Poul Michelsen eigur 476 partabrøv í BankNordik, og at hann er limur í millum annað HB og Sílaveiðufelagnum. Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, eigur 50 partabrøv í Atlantic Petroleum og 75 partabrøv í BankNordik. Hini landsstýrisfólkini eiga ikki partabrøv, sambært yvirlitinum. Høgni Hoydal er limur í Grindamannafelagnum og H71, Henrik Old hevur verið á makrelfeltinum í 2011, og hevur eisini tikið móti makreli frá føroyskum trolarum, og er limur í VB og FC Suðuroy, sambært yvirlitinum. Søgur um Rósu Mariu úr søgusavninum við sama heiti. Útgávuár 1995. Jens Pauli Heinesen hevur skrivað, Elin Brimheim Heinesen lesur. Søgur um Rósu Mariu úr søgusavninum við sama heiti. Útgávuár 1995. Jens Pauli Heinesen hevur skrivað, Elin Brimheim Heinesen lesur. Brúk er fyri skipunum aðrastaðni. Men herferðin móti grindadrápinum steðgar ikki fyri tað, sigur felagsskapurin millum annað í fráboðanini. Greinin heldur fram niðanfyri. Sea Shepherd fer nú at gera ein heimildarfilm um grindadráp, gera tiltøk móti ferðavinnuni í Føroyum og Danmark og stevna londunum fyri at bróta evropiskar og altjóða lógir Oddaliðið í kvinnukappingini í flogbólti, Dráttur, tekur í kvøld ímóti KÍF í høllini á Giljanesi. Dráttur liggur væl fyri. Tær eru oddalið við 22 stigum, og tær hava bara tapt ein dyst í ár. So væl hevur tað ikki gingið hjá KÍF. Tær eru á fimta plássi við ellivu stigum. Skal KÍF framhaldandi hava møguleika at spæla seg í FM finaluna, er kravið í kvøld ein sigur. KÍF vann her fyri á Drátti í steypakappingini, men í landskappingini var tað Dráttur sum vann 3 1. Tann dysturin var í november. Dráttur og KÍF spæla í høllini á Giljanesi klokkan 20.00 í kvøld. Í morgin er aftur landskappingardystur, tá spæla Mjølnir og Fleyr í Klaksvík. Støðan Dystir Sett Lið leiktir vunnir taptir vunnin tapt munur Stig Altjóða deildin hjá Sea Shepherd, Stichting Sea Shepherd Global, í Amsterdam, hevur fingið boðini um, at tey skulu í Føroya rætt fríggjadagin 22. januar klokkan 9 15. Í so máta er eingin umbering fyri ikki at senda fólk til rættarfundin. Rætturin skal viðgera tvær ákærur, onnur er um brot á revsilógina, og hin er um brot á grindalógina. Ein bátur hjá Sea Shepherd legði upp í grindaraksturin í Sandavági tann 12. august í fjør. Báturin sigldi fyri grindina og millum hvalirnar, beint áðrenn, teir gjørdu landgongd. Tað eydnaðist ikki politinum at taka bátin, sum við nógvari ferð rýmdi til havs. Ákært er fyri brot á revsilógina, tí siglingin í Sandavági var, sambært ákæruvaldinum, fyrilitaleys vandagerð, ið setti lív og heilsu hjá grindafólkunum í vanda. Fýra fólk vóru í bátinum, men tey eru ikki ákærd, tí hóast politiið hevur varhugan av, hvørji tey eru, ber illa til at prógva tað. Politiið hevur inndrigið bátin, Echo. Ákærin fer á rættarfundinum tann 22. januar at biðja rættin um loyvi at leggja hald á bátin. Báturin varð tikin í Hetlandi í september. Politiið í Lerwick tók bátin eftir áheitan frá fútanum í Føroyum, tá skipini hjá Sea Shepherd, sum vóru í Føroyum í fjør summar, komu til Lerwick. Sea Shepherd kærdi til rættin í Edinbourgh, sum bað Sea Shepherd veita trygd, so Echo ikki fór til Føroya. Men tá var Knud Rasmussen longu farin úr Lerwick til Føroya við Echo. Lítli prinsur og Revur koma til eina gongustjørnu, sum er skapað sum ein terningur, og sum melur runt. Fólkið noyðist at ganga og ganga fyri ikki at detta útav Kann Lítli prinsur hjálpa teimum at finna út av, hvør veruliga hevur ábyrgdina av hesi endaleysu gonguferð Forboðið er galdandi frá í summar, og tað fevnir um átjan mánaðir. Sostatt kunnu tey bæði feløgini keypa leikarar í hesum januar flytingarglugganum. Orsøkin til revsingina er, at bæði feløgin ikki hava hildið reglurnar, tá tey hava knýtt spælarar, sum eru undir 18 ár at felagnum. Bæði feløgini hava eisini fingið bót frá FIFA. Atletico Madrid skal gjalda seks milliónir og Real Madrid tríggjar milliónir krónur. Antarktis undantikið hevur danin Thomas Andersen nú sett súkkluna á seinasta heimspartin, sum hann fer at súkklað ígjøgnum. Staddur í Cape Town í Suðurafrika roknar hann við, at hann verður í Danmark í heyst. At ferðast á súkklu er heilt øðrvísi enn at ferðast við flogfari, skipi ella bili. Og so er tað munandi bíligari, sigur Thomas Andersen. Eg havi eitt mál, sum er, at eg skal liva fyri 100 krónur um dagin. Tá er alt íroknað, sigur Thomas Andersen, sum leggur aftrat, at tað ber væl til. 21. februar verður Kristel Lisberg at hoyra í danska Melodi Grand Prix saman við níggju øðrum, tá hon fer at syngja sangin Who Needs a Heart. Tað eru longu fleiri dagar síðani, at tað kom fram, Kristel og onnur skulu kappast í danska Melodi Grand Prix, men ikki fyrr enn í gjár hevði Danmarks Radio tíðindafund og tástaðni slapp Kristel at tosa um tað. Kristel Lisberg gleðir seg at sleppa á stóra pallin í Horsens, hon er errin av at vera við, og so vónar hon, at føroyingar fara at stuðla henni í kappingini. Umframt at skipa Blakman Konge kvøður Poul Eide Jefta vísu. Harafturat hoyra vit Poul Mohr skipa Falkarímuna í Dansifelagi Kaggans og Tøkum lætt. Martin Tórgarð skipar Runsivalsstríðið í Dansifelagnum í Havn. Og at enda skipar Hervør Jørgensen Bjarnabana í Vága Dansifelag saman við limum í Klaksvíkar Danisfelag. Fáur føroyskur rithøvundur um nakar hevur skrivað so nógvar bøkur sum Eilif Mortansson. Og fáir føroyskir høvundar eru so nógv lisnir og týddir sum hann. Eilif var tvørámaður, men búði mesta partin av ævi síni í Danmark. Hann skrivaði eisini á donskum. Bara heilt fáar av bókum hansara eru týddar til føroyskt. Nevnast kunnu bøkurnar um Magnus Heinason, sum vit í hesum døgum hoyra sum ljóðmynd í Barnaútvarpinum. Eilif Mortansson var føddur 14. januar í 1916, og hevði tí fylt 100 í dag. Hann doyði í 1989. Eilif Mortansson tók preliminerprógv á Tvøroyri í 1930, og fór so til Danmarkar á studentaskúla. Eftir lokið studentsprógv fór hann at lesa løgfrøði, men hann leiddist í hesum faki, hann hálsaði tí um og fór í staðin at læra skógarfrøði. Undir krígnum fór hann at skriva. Og tað var ikki við mýkindum. Í einum jøvnum streymi komu bøkur frá hansara hond. Fyrst og fremst barnabøkur. Heilar røðir. Kendastar eru barnabókarøðirnar um ávikavist Sussy og Pernille, sum vórðu skrivaðar undir dulnevni. Hann skrivaði eisini vaksnamannaskaldsøgur, oftast við føroyskari rót. Her er eitt tema um rithøvundin. Vit hitta bróðirsonin, Jóhan Mortensen í Havn, vit skifta orð við bókmentafrøðingin Maluna Marnersdóttir eisini hava vit verið í bandasavninum og leitað fram samrøðu við systrina Elina Mortensen, og vit hoyra eisini høvuðspersónin sjálvan Eilif Mortansson greiða frá í samrøðu, sum gjørd var við hann stutt áðrenn hann doyði. Arbeiðsgevarin hevur góðtikið sektaruppskotið, og tí hevur ákæruvaldið tikið málið aftur. Maðurin, sum doyði í vanlukkuni, arbeiddi fyri Faroe Maritime Services. Arbeiðseftirlitið kannaði vanlukkuna og mælti til at geva Faroe Maritime Services 40.000 krónur í bót fyri ikki at halda sínar skyldur sum arbeiðsgevari. Felagið fekk síðani eitt sektaruppskotið frá fútanum, men vildi ikki gjalda bótina. Felagið var ikki nøgt við málsviðgerðina og niðurstøðuna hjá Arbeiðseftirlitinum. Her eru stuttsøgur, endurminningar og hugleiðingar. Sumt hevur staðið á prenti fyrr. Ann Ellefsen hevur lisið savnið og ummælir tað. Í Nálareyganum royna vit løgini Og várið kom , sum Jensina Olsen syngur, og instrumentala lagið Aslas Theme, ið Óli Jógvansson hevur komponera. Tað sigur Jens Hansen, umsjónarmaður á Rescue Lív, sum í februar fer til griksku oynna Samos at hjálpa svensku sjóbjargingartænastuni. Í kvøld tóku tær ímóti KÍF á Giljanesi. Undan dystinum var greitt, at KÍF mátti helst vinna, um tær framvegis skuldu hava møguleika at koma í finaluna. Úrslitið kundi møguliga blivi eitt annað, tí eitt skifti í øðrum setti var KÍF á odda 23 19, men eisini tá vóru tær í Drátti sterkari. Við sigrinum styrkti Dráttum um sína oddastøðu, og longu nú kann sigast, at tær verða helst annað finaluliðið. Higartil hava tær vunnið níggju dystir og bara tapt ein. Bjarni í Liða starvast sum búskaparfrøðingur hjá bretska stórbankanum Lloyds í London. Hann sigur, prísurin fer helst at kvinka uppeftir um ikki so langa tíð. Føroyska alivinnan er um at missa tamarhaldið á laksalúsini. Síðstu trý árini er talið av kynsbúnum laksalús fýrafaldað, og vanligu kemisku evnini at basa lýsnum rína nærum ikki við longur. Neyðugt er við nýggjum og strangari átøkum fyri at basa trupulleikanum, sigur Atli Gregersen, stjóri í alifyritøkuni Luna. Útvarpið royndi seinnapartin hósdagin at fáa eina viðmerking frá landsdjóralæknanum, Birnu Mørkøre, men tað eydnaðist ikki. Verða allar føðingar fluttar av Suðuroyar Sjúkrahúsi til Landssjúkrahúsið 1. januar í ár til dømis, merkir hetta, at umleið 30 føðingar koma á Landssjúrkahúsið aftrat. Fyri Landssjúkrahúsið merkir hetta eykaútreiðslu svarandi til eitt ársverk. Yvirflytingin kann skipast soleiðis, at kvinnurnar verða fluttar til Havnar, tá tær eru í viku 38, tað vil siga 14 dagar innan ásettan føðidato. Tað stendur í svari, sum Krigvarpið hevur fingið innlit í, til fyrispurningar um arbeiðssetning um at flyta føðingar av Suðuroyar Sjúkrahúsi til Landssjúkrahúsið. Suðuroyar Sjúkrahús mælir til, at bjóðað verður heimaføðslar á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Landssjúkrahúsið vil í tí samandi gera vart við, at serkunnleikin á Landssjúkrhúsinum mælir til, at allar føðingar í Suðuroy verða fluttar til Landssjúrkahúsið, og at í akuttum støðum er Suðuroyar Sjúkrahús til taks sum kirurgiskt føðistað. Landssjúkrahúsið mælir tí til, at skulu heimaføðingar verða partur av tilboðnum til barnakonur í Suðuroy, má greinast nærri, hvussu heimaføðing á Suðuroyar Sjúrkahúsi skulu ganga fyri seg, og at Landslæknin skal góðkenna slíka skipan. Suðuroyar Sjúkrahús mælir til, at barnakonur verða útskrivaðar av Landssjúkrahúsinum til at taka barsilstíðarskeiðið, sum vanliga er umleið tríggir dagar, á Suðuroyar Sjúkrahúsi, og at ljósmøðurnar kunnu innganga í røktina hesar dagar. Serkunnleikin á Landssjúkrahúsinum mælir frá at yvirflyta barnakonurnar eftir keisaraskurð til barsil á Suðuroyar sjúkrahúsi, um barsilstíðin skal samsvara við vegleiðingarnar frá danska Heilsustýrinum. Mælt verður tí til, at Landslæknin greinar um ráðiligt er, at skipan við føðingum heima skal setast í verk á Suðuroyar Sjúrkahúsi. Øll Norðurlondini eru við, nú EM í hondbólti byrjar í dag. Jóhan á Plógv Hansen spælir við Bjerringbro Silkeborg har fleiri danskir landsliðsleikarar eisini eru, umframt at Jóhan eisini hevur spælt tríggjar A landsdystir fyri Danmark sjálvur. Sambært honum kunnu Danmark koma so langt sum til semifinalurnar. Teir fara neyvan avstað við gullinum tó, tí har er Spania besta boðið í harðari kapping við Frankaríki. Elin Brimheim Heinesen og Kári Linderoth Jacobsen manna bólkin Nalja. Teirra einasta útgáva er frá 1988, men eftir at hava spælt á Pride tiltakinum í 2012 og Við Múrin í fjørsummar, fara tey aftur á pall. Hesaferð leggur Reinsaríið í Havn pall til teirra poppveitslu, sum verður klokkan 21.00. Her er skráin fyri steypakappingina. Leygardagur 16 01 2016 Bólkur 2, menn 18.00 KÍF Neistin Leygardagur 16 01 2016 Bólkur 1, menn 18.00 H71 STÍF Sunnudagur 17 01 2016 Bólkur 2, kvinnur 14.30 Kyndil VB Sunnudagur 17 01 2016 Bólkur 2, kvinnur 13.30 VÍF H71 Sunnudagur 17 01.2016 Bólkur 1, menn 16.00 Kyndil H71 2 Sunnudagur 17 01 2016 Bólkur 2, menn 16.00 VÍF Team K. Mikudagur 20 01 2016 Bólkur 2, menn 20.00 VÍF Neistin Leygardagur 23 01 2016 Bólkur 2, menn 18.00 Team K. KÍF Sunnudagur 24 01 2016 Bólkur 2, kvinnur 14.30 VÍF VB Sunnudagur 24 01 2016 Bólkur 2, kvinnur 14.30 H71 Kyndil Sunnudagur 24 01 2016 Bólkur 1, kvinnur 15.00 Stjørnan Kyndil Sunnudagur 24 01 2016 Bólkur 1, menn 16.00 H71 Kyndil Mikudagur 27 01 2016 Bólkur 1, menn 19.30 H71 2 H71 Fríggjadgur 29 01 2016 Bólkur 2, menn 20.00 KÍF VÍF Sunnudagur 31 01 2016 Bólkur 1, kvinnur 14.30 Neistin STÍF Sunnudagur 31 01 2016 Bólkur 2, kvinnur 15.00 VB H71 Sunnudagur 31 01 2016 Bólkur 2, menn 16.00 Neistin Team K. Sunnudagur 31 01 2016 Bólkur 1, menn 16.00 STÍF Kyndil Sunnudagur 31 01 2016 Bólkur 2, kvinnur 19.00 Kyndil VÍF Kringvarpið byrjar at senda aftaná tíðindasendingina í kvøld. Eisini er høvið at síggja handanina á heimasíðuni, har alt verður stroymað Jógvan Petersen sigur frá, hvussu tað var, tá pápin slerdi út, og og hann og systkini vórðu faðirleys. Mamman bar barn undir beltið, og teirra liviumstøður vóru trongar. Men góð fólk hjáptu, so tey fingu tryggan barndóm í Oyndarfirði. Jógvan er vinstrahallur maður, sum heldur, at fleiri kunnu geva av sínum ríkidømi, so mannamunurin minkar. Stafettina hevur Elsa Klein Olsen. Elsa og beiggin mistu mammuna, tá tey vóru heilt lítil. Fastirin tók tey til sín, so tey fingu góðan barndóm. Hesa ferð er tað Jaspur Jacobsen, sum fer at gleða abba sín, sum eisini eitur Jaspur, men Petersen til eftirnavn. Men fyrst fara tey at vita, um abbin eigur okkurt, sum kann brúkast. Jaspuri dámar væl í fjøruni, og har er heilt vist nógv gott at finna. Og so beina leið til Kolbrún, sum dugir so væl at pynta, so fjørudekoratiónin verður vøkur. Og vísindamenninir fara at seta eld á og vísa, hvussu vorðin eldur er og kann verða og tá er gott, at teir báðir, Ásbjørn og Petur, hava eldsløkkjarara við hondina. Og Sanna og Sølvi hava boðið spælivinum at spæla Loysnarorð, og tá ræður um at gita rætt, áðrenn bumban brestur. Hesa ferð eru spælivinirnir Malan Viderø Nielsen og Ludvík Heðinsson. Felisia Jógvansdóttir Helmsdal er vertinnan. Lagt til rættis Elin Dagbjartsdóttir Neshamar, Bjørg Mohr Anderssen og Páll Danielsen. Trupulleikin við laksalús hevur verið stórur í heyst og vetur, men tamarhald er á støðuni, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti. Bakkafrost brúkar nú stóra alibátin Hans á Bakka burturav til at basa laksalúsini við feskvatni. Eftir byrjanartrupulleikar eru royndirnar við skipinum nú somikið góðar, at felagið umhugsar at byggja eitt líknandi skip afturat. Felagið vildi ikki fara ígjøgnum eitt drúgt rættarmál, og tí valdi Faroe Maritime Services at góðtaka bótina frá ákæruvaldinum. Rættarmálið um arbeiðsvanlukkuna í Havn í september í 2014 er sostatt avlýst. Tað var 25. september 2014, at ein 22 ára gamal maður, sum arbeiddi fyri Faroe Maritime Services, doyði undir lossing, tí ein plattur brotnaði, sum var á veg upp úr lastini á grønlendska trolaranum Ilivileq, sum umskipaði frystan makrel við Eystaru bryggju í Havn. Faroe Maritime Service hevur tikið við bótini, sum er 40.000 krónur. Hoyr samrøðuna við Christian Andreasen, sakførara hjá felagnum. Umframt at tað ikki er eydnast at seta ein radiolig til at taka sær av mammografiini, er ein minni á røntgendeildini, sum annars var hart spent frammanundan. Noreg hevur longt sítt marknaeftirlit til 14. februar. Síðani landið setti marknaeftirlit í verk í november, er talið av flóttafólkum minkað munandi. Marknaeftirlitið hevur virkað væl, og tað er ivaleyst orsøkin til, at færri fólk royna at koma til Noregs, sigur norsku løgmálaráðharrin, Anders Anundsen við NRK. Noreg setti strangari eftirlit í verk tann 26. november, eftir at Svøríki hevði hert sítt eftirlit. At byrja við var passeftirlitið við ferjurnar sum koma til Noregs hert. Tað fekk alt fyri eitt ávirkan á talið av fremmandum, sum royndu at koma til Noregs, og tí gjørdi norska stjórnin í desember av at leingja eftirlitið, og tað hevur stjórnin gjørt aftur nú. Norski forsætisráðharrin, Erna Solberg, sigur, at endamálið við eftirlitinum er at steðga fólki, sum ikki hava krav um vernd í landinum. Svøríki setti marknaeftirlit í verk 12. november, og tað er fyribils galdandi til 8. februar. Danska stjórnin hevur eisini longt sítt eftirlit á markinum til Týsklands til 3. februar. Fekk Landssjúkrahúsið umleið hálva fjórðu millión krónur aftrat til skurðviðgerðir, hevði borið til at havt eina skurðlinju aftrat, og so slapst undan at útseta skurðviðgerðir, tá bráðkomnar støður taka seg upp. Tað hevur verið spurningurin millum Almannamálaráðið og stýrið fyri Barnaheimið seinastu tvey árini, nú Almannaverkið vil byggja út, so fleiri børn kunnu búgva á heiminum. Í kvøld avdúkaði Mentamálaráðið eina heilt serliga føðingardagsgávu, nú 116 ár eru liðin síðani William Heinesen varð borin í heim. Í vikuni varð kunngjørt, at føroyingurin, Kristel Lisberg, er millum sangararnar, sum í næsta mánaði fara at kappast í danska Melodi Grand Prix. Oljuprísurin hevði stóra ávirkan á lækkaða prístalið og prísin á bústaði. Oljuprísurin lækkaði 17,2 prosentstig frá 2014 til 2015. Men okkurt er vorðið dýrari. Millum annað at roykja og drekka. Rúsdrekka og tubbak dýrkaðistig 1,8 prosentstig í fjør, og samskifti er dýrkað 1,6 prosentstig, vísa tølini hjá Hagstovuni. Alexandur Kristiansen, yrkjari, fekk sømdargávu landsins, J.P.Gregoriussen, arkitektur, fekk heiðursgávuna, og Andreas Høgenni, filmslistamaður, fekk virðislønina til ungt listafólk. 15.januar er føðingardagurin hjá Williami Heinesen. Og mentanargávan, føðingardagsgávan til føroyingar, sum landsstýriskvinnan lovaði, er handritið til skaldsøguna, sum ongantíð kom út tá í 1938. Petur Juul Samuelsen keypti handritið á uppboði í Danmark fyri trimum árum síðani fyri 114.000 krónur Nú hevur landið, sum tá ikki vildi bjóða, keypt handritið. Menn, sum fáa damu og gloyma kammeratarnar, tannáringar og órudd og innbjóðing til føðingardag eru evnini, sum tey trý væluppløgdu fólkini í panelinum práta um hesa ferð. Nevndin heitti samstundis á landsstýrið um at fyrireika og leggja fram lógaruppskot, so vit ikki endurtaka óhepnar mannagongdir og avleiðingar, sum hava verið av málinum um Eik Grunnin. Vinnunevndin hjá løgtinginum mælir til at samtykkja uppskotið. Nevndin sigur tó, at lógin um sparikassagrunnar er longu broytt og herd. Fleiri broytingar eru ikki neyðugar nú, heldur ikki í øðrum lógum. Vinnunevndin viðgjørdi eisini vantandi innlitið í skjøl hjá Fíggjareftirlitinum og Fíggjarligum støðufesti, skjøl, sum Grein 19 nevndin fegin vildi síggja, men ikki slapp at síggja. Vinnunevndin vendi sær til ríkisumboðsmannin. Og 11.desember í fjør fekk nevndin svar frá danska Løgmálaráðnum, sum sigur, at danska stjórnin er sinnað at finna felags loysnir so tað í framtíðini ikki verður nakar trupulleiki at útvega neyðugar upplýsingar í slíkum kanningararbeiði. Løgtingið skal eisini viðgera lógaruppskotið um at sleppa teimum, sum selja ella umvæla føroyskar bátar, undan meirviðisgjaldinum. Bjørn Kalsø í Sambandsflokkinum eigur uppskotið. Aftur í havn. Jemen var fyrsta arabiska land, sum Salka Valka vitjaði á ferðini kring knøttin. Fólkini í landinum vóru fryntlig og manningin fekk høvi at kunna seg við nýggjar siðir. Eitt nú kundu kvinnurnar á Salku Valku ikki ganga í landi í stuttum buksum, tí fólk í Jemen eru trúgvandi muslimar. Ferðin gjøgnum Reyðahavið móti Suezveitini var bæði drúgv og trupul, tí hann var norðan í ættini so at siga alla tíðina. Loksins fingu tey tó sagt Afrika farvæl, tá tey komu í Miðjarðarhavið. Síðani var silgt næstan út í eitt til Gibraltar, har nýggj manning mynstraði umborð. Ferðin norður gjøgnum Atlantshavið gekk væl, og eftir at hava verið í Norra setti Salka Valka kós móti heimstaðnum Sandi, hagar báturin kom á Ólavsøku í 1999. Lagt til rættis Durita Holm og Erik Torjusen. Kipt Bjarnheðin í Hoyvík. TF Holding, sum eigur øll partabrøvini í Eik banka, fer nú at finna onnur fólk í nevndina fyri Jørn Astrup Hansen og Ben Arabo, sum segði seg úr nevndini í desember fjør. Ben Arabo fór úr nevndini, tí hann er stjóri í Atlantic Petroleum, ið skyldar Eik banka 58,5 milliónir krónur Og fíggjarliga støðan hjá Atlantic Petroleum er alt annað enn góð. Seks Kanadiarar vóru millum tey 28 fólkini, sum lótu lív í eini yvirgangsatsókn á eitt gistingarhús, Splendid Hotel, í høvuðsstaðnum, Ouagadougou, í vesturafrikanska statinum, Burkina Faso. Hendingin fór fram í gjár, leygardagin, og felagsskapurin al Qaeda hevur tikið ábyrgdina av atsóknini. Tað eru serliga vesturlendingar, sum gista í Splendid Hotel. Kanadiski forsætisráðharrin, Justin Trudeau, hevur váttað, at seks kanadiarar lótu lív í atsóknini. Allir seks vóru í Burkina Faso, sum sjálvboðin hjálparfólk, at betra um umstøðurnar millum fólkasløgini í Burkina Faso. Hesa komandi vikuna verða almennir borgarafundir í Hósvík og Hvalvík um samanleggingina og hvørja avleiðing tað fær, antin tað verður eitt nei ella eitt ja til at leggja skúlarnar saman. Borgarafundurin í Hósvík verður í bygdarhúsinum nú týskvøldið klokkan 19, meðan borgarafundurin í Hvalvík verður á skúlaloftinum í Hvalvíkar skúla mikukvøldið klokkan 19. Hesum boðar politiið í Nuuk frá í tíðindaskrivi. Politiið fekk fráboðan um vanlukkuna seinnapartin í gjár, og sløkkiliðið í Nuuk, politiið og tyrlan hjá sjóverjuskipinum Thetis fóru beinanvegin at leita eftir manninum. Vælumtókta ferðamálið, fjallið Ukkusissat, ella Stóra Malena við Nuuk í Grønlandi, sum fleiri føroyingar hava vitjað, er ikki heilt vandaleyst at ferðast á. 57 ára gamli maðurin varð seinni funnin lívleysur longri niðri í fjallalíðini. Læknin hjá bjargingarliðnum kundi beinanvegin staðfesta, at maðurin doyði av løstunum frá fallinum av fjallinum, sigur politiið. Enn er ógreitt, hví maðurin datt og hvat hendi á fjallinum í gjár. Stjórin í alifyritøkuni Luna vísti í vikuni á, at føroyska alivinnan er um at missa tamarhaldið á laksalúsini. Talið á kynsbúnum laksalús kom í desember upp á 38 milliónir tvær ferðir so nógv sum árið fyri og fýra ferðir so nógv, sum fyri trimum árum síðan. Vøksturin hevur serliga verið stórur í heyst og vetur. Neyðugt er við nýggjum og strangari átøkum fyri at basa trupulleikanum, segði Atli Gregersen, stjóri í Luna. Peter Østergaard, djóralækni, er samdur at okkurt má gerast. Niðurstøðan í einari nýggjar norskari frágreiðing er, at stríðið móti laksalús kostaði norsku alivinnuni útvið fimm milliardir krónur í fjør. Fýra krónur fyri hvørt kilo av laksi kostar tað at basa lýsnum, sambært frágreingingini hjá granskingarstovninum Nofima í Tromsø. Slík tøl eru ikki fyri føroysku alivinnuna. Birna Mørkøre, landsdjóralækni, sigur at alarar hava í fleiri førum fingið álagt at slakta laks og hava eisini fingið boð um at lækka talið av smolti, sum verður sett út. Fundur var fríggjakvøldið í Hvalvíkar arbeiðarafelag. Eitt evnið var á dagsskrá, og tað var, um felagið skal leggja saman við hinum arbeiðarafeløgunum í Sundagalgnum. Walther Thomasen er formaður í Hvalvíkar arbeiðarafelag Stovnurin hevur seinastu tvey árini fingið betri fíggjarligt rásarúm á fíggjarlógini. Fleiri eftirlitsvitjanir verða tí framdar og eisini er arbeiðið at endarskoðan bøtur byrjað, sigur Leivur Persson, leiðari á Arbeiðseftirlitinum. Til dømis var desember mánaður tann heitasti, sum nakrantíð er mátaður. Fyribils mátingar hjá Japan Meterological Agency vísa, at desember 2015 var heili 0,67 stig lýggjari enn desember miðaltalið fyri tíðarskeiðið 1981 2010. At kalla kring allan heimin var lýggjari í desember enn vanligt. Tað var til dømis sera lýtt í Evropa, Norðurasia, eystara partinum av Norðuramerika umframt í pørtum av Suðuramerika, Avstralia og Afrika. Eisini heimshøvini vóru heit, serliga í tropiska, eystara partinum av Kyrrahavinum. Bara eitt stað var desember kaldari enn meðal, tað var rundanum Grønland. Enn eru granskarar ikki heilt samdir um, hvørt tað hevur nakað við at gera, at innlandísurin í Grønlandi bráðnar, sigur DMI. Dagurin verður hildin við millum annað gudstænastu, vetrarleikum og eini stórari framsýning á universitetinum í Oslo seinnapartin. Hans Jacob Hjelm býr og er uppvaksin og býr í Vági við konu og tveimum døtrum. Heima hjá foreldrunum var nógvur tónleikur, tí bæði foreldrini spældu ljóðføri og lurtaðu nógv eftir tónleiki. Hans Jacob hevur altíð dámað dansebandstónleik, men hann hevur eisini sungið aðrar sjangrur, millum annað við bólkinum Section , ið var virkin síðst í 80 unum. Poul Michelsen sigur, at hann fyri umleið tveimum vikum síðan kallaði umboð fyri alivinnuna á fund saman við landsdjóralæknanum og fólki úr Vinnumálaráðnum at viðgera avbjóðingarnar við laksalús. Hann hevur biðið partarnar gera sínar metingar av, hvat skal gerast við lúsatrupulleikan og sigur, at hann er sinnaður at hjálpa til við neyðugu lóggávuni á økinum, um partarnir meta, at lógarbroytingar skulu til fyri at loysa trupulleikan. Poul Michelsen sigur, at hann fer at kalla partarnar inn aftur á fund um eina til tvær vikur fyri at vita, hvørja niðurstøðu alarar og landsdjóralæknin hava gjørt sær. Kanningar vísa, at føroyskur laksur gerst alt meira fongdur við lús. Í desember í fjør kom talið á kynsbúnum laksalús upp á 38 milliónir. hetta er dupult so nógv sum árið fyri og fýra ferðir so nógv sum fyri trimum árum síðan. Vøksturin hevur serliga verið stórur í heyst og vetur. Føroyar, ár 1562. Magnus Heinason ætlar sær út í heimin. Hann droymir um vandamiklar sjóferðir og bardagar við sjórænarar. Hann er sterkur og djarvur fúsur at hjálpa vinum sínum og berjast við fíggindar sínar. Einki kann forða honum roysnisbrøgd eru í væntu. Eilif Mortanson hevur skrivað bókina Magnus Heinason Ein sjógarpur. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 1992. Páll Danielsen lesur og Dánjal Tavsen gjørdi ljóðmyndina. Úrslitini í hinum steypadystunum hetta vikuskiftið H71 STÍF m. 21 21 leygardagin KÍF Neistin m. 26 26 leygardagin VÍF H71 kv. 33 13 sunnudagin Kyndil H71 2 m. 24 21 sunnudagin VÍF Team Klaksvík 45 19 sunnudagin KÍ hevur í dag skrivað undir sáttmála við 29 ára gamla Semir Hadzibulic fyri komandi kappingarár, tað skrivar felagið á heimasíðuni. Nýggi verjuleikarin hjá KÍ, Ahmed Mujdragic og Semir Hadzibulic kennast væl og eru báðir uppvaksnir í býnum Novi Pazar í Serbia, har teir eisini hava spælt fyri barndómsfelagið FK Novi Pazar, skrivar KÍ. Í gjár hevði Asbjørn Senior einki fiskiloyvi sambært heimasíðuni Teyggjuni, har sum øll fiskiloyvi eru skrásett. Asbjørn Senior var, sambært Teyggjuni, í bólkinum onnur skip. Bólkurin hevur felagsmakrelkvotu, sum er 2.844 tons. Aðalstjórin í Fiskimálaráðnum, Rógvi Reinert, segði við Útvarpið leygardagin, at Fiskimálaráðið hevur nú góðkent fíggingina og ognarviðurskiftini í reiðaríinum hjá Asbjørn Senior, og tí fekk skipið føroyskt fiskiloyvi sambært lógini um vinnuligan fiskiskap. Hálvan desember í fjør fekk Ocean Group Faroes annars boð frá Fiskimálaráðnum um, at reiðaríið lýkur ikki treytirnar fyri at reka vinnuligan fiskiskap í Føroyum. Ov nógvur útlendskur kapitalur var í felagnum. Ocean Group Faroes fekk freist til 8.januar at gera viðmerkingar um niðurstøðuna og ætlanarskrivið hjá Fiskimálaráðnum. Fiskimálaráðið fekk nýtt tilfar frá advokati og grannskoðara hjá felagnum í Vági, og á tí grundarlagnum metti Fiskimálaráðið, at Asbjørn Senior nú lýkur treytirnar í lógini um vinnuligan fiskiskap. Sambært Hagstovuni vóru 53,5 prosent av einsamøllum foreldrum, har sum yngsta barnið var fimm ár ella yngri, í fátækraváða í 2010. Trý ár seinni, í 2013, var talið komið upp í 68,4 prosent. 68,4 prosent av støku uppihaldarunum, sum høvdu børn fimm ár ella yngri, vóru í fátækraváða í 2013, upplýsir Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, í svari til Jenis av Rana, løgtingsmann. Landsstýriskvinnan hevur ikki nýggjari tøl enn tey frá 2013 í svari sínum. Hjá støkum uppihaldarum, har sum yngsta barnið er millum seks og 17 ár, var støðan frægari. Men eisini hjá teimum versnaði hon frá 2010 til 2013, úr 30,6 prosentum upp í 36 prosent. Nógvir almennir persónar, einstaklingar og felagsskapir fara næstu dagarnar at siga sína hugsan um um uppskotini at broyta hjúnabandslógina, so samkynd kunnu verða vígd borgarliga. Nú klokkan níggju skuldi Mentanarnevndin byrjað at viðgera uppskotið, sum hevur til endamáls at sleppa fólkakirkjuni undan at víga samkynd. Lógin skal staðfesta, at tað framvegis bara eru fólk av ymiskum kyni, sum verða vígd ella fáa kirkjunnar vælsignilsi av hjúnabandinum. Nevndin hevur biðið Jógvan Fríðríksson, bisp, umboð fyri kirkjuráð og samkomur, prestafelagið, lærarafelagið, pedagogfelagið, LGBT og landsstýriskvinnuna í mentamálum um at koma á fund at siga sína hugsan. Mikudagin viðger Rættarnevndin uppskotið um at víðka ásetingarnar í føroysku rættargangslógini um upploysn av hjúnalagi til eisini at fevna um borgarligt hjúnalag millum tveir persónar av sama kyni. Eisini Trivnaðarnevndin og Rættarnevndin hava biðið nógvar einstaklingar og felagsskapir um at koma á fund at siga sína hugsan um uppskotini. Við slíkum tolli er makrelur í dós úr Føroyum ikki kappingarførur í ES. Varðin hevur havt fólk at kanna møguleikan at byggja niðursjóðingarvirki. Varðin hevði annars ætlanir um at byggja niðursjóðingarvirki við okkurt um 60 arbeiðsplássum. Royndir at leggja makrel í dós eru gjørdur í einum køki í Gøtu. Arbeitt verður við at fáa tollforðingarnar í ES burtur, segði Jacob Vestergaard, sum tá var landsstýrismaður, fyri skjótt einum ári síðani. Felagsnevndin hjá Føroyum og ES hevði fund í Havn í mai í fjør. Hetta var fyrsti fundurin hjá nevndini í átta ár. Semja var tá um, at hesa ferð skulu ikki ganga átta ár millum fundirnar hjá felagsnevndini, sum viðger fríhandilssáttmálan millum ES og Føroyar frá 1997. Fimm lond í ES vilja tó ikki, at føroyingar sleppa at selja makrel í dós tollfrítt í ES. Londini stúra fyri at missa arbeiðspláss, um makrelvørur úr Føroyum sleppa tollfríar á ES marknaðin. Tá Larsen Seafood í Flensburg í Týsklandi fyrst í februar í fjør var til sølu, keypti samtakið í Klaksvík virkið, sum millum annað leggur makrel í dós. Tá Týskland er í ES, eru vørurnar frá Larsen Seafood tollfríar í ES. Felagið Blóðgevi varð stovnað 23. mai 2001 og hevur til endamáls at útvega sjálvbodnar blóðgevar til Landssjúkrahúsið og saman við øðrum tílíkum feløgum í Føroyum at tryggja, at sjúkrahúsini í Føroyum fáa nóg mikið av blóði. Á teimum trimum sjúkrahúsunum eru einir 2.200 blóðgevar skrásettir. Hetta er umleið hálvtfimta prosent av føroyingum. Samanlagt geva tey blóð umleið 2.200 ferðir um árið. Av tí at ein natúrlig frágongd altíð er, er støðugt tørvur á nýggjum blóðgevum. Skal tørvurin nøktast krevst, at í minsta lagi fimm prosent av fólkinum eru blóðgevar. Útlitini til, at olja úr Iran aftur fer at floyma inn á heimsmarknaðin, hevði í nátt við sær, at oljuprísurin lækkaði niður á sama stig, sum hann var á í 2003. Ein tunna av norðsjóvarolju varð seld fyri minni enn 28 dollarar í Asia. Asiatiski marknaðurin var tann fyrsti, sum læt upp, eftir at USA og ES londini um vikuskiftið settu tiltøkini móti Iran úr gildi. Orsøkin til prísfallið er, at Iran nú aftur kann selja olju á heimsmarknaðinum, og tað ber í sær, at Iran fer at hava størri útboð á marknaðinum, sigur ein greinari við fronsku tíðindastovuna. Frammanundan flýtur marknaðurin yvir av olju, og seinasta hálvt annað árið er oljuprísurin fallin úr 120 dollarum niður í umleið 30 dollarar fyri tunnuna. SME Instrument er stuðulsskipan í Horizon 2020 skránni hjá ES. Tiltakið á Hotel Hafnia í dag er fyri tær fyritøkum, sum ætla at søkja úr SME Instrument, og øðrum, sum arbeiða saman við hesum fyritøkum. Uffe Bundg rd Jørgensen hevur drúgvar royndir í Horizon 2020 SME Instrument. Hann hevði ein virknan leiklut, tá skipanin fyri nøkrum árum síðan bleiv sett á stovn. Uffe Bundg rd Jørgensen átekur sær eisini at ráðgeva fyritøkum, sum ætla at søkja. Av tí at Føroyar hava atlimaskap í ES, loyvir tað føroyskum fyritøkum at søkja úr skipanini Horizon 2020 SME Instrument. Søkjast kann í trimum stigum. Á fyrsta stigi kann søkjast um EUR 50.000. Á øðrum EUR 500.000 2.500.000. Á triðja stigi er talan um ráðgeving, atgongd til fígging og annað. Tað er Granskingarráðið, sum umsitur Horizon 2020, Vinnuframi umsitur SME partin, sum er fyri smáar og miðalstórar fyritøkur. Vinnuframi vil, at fleiri fyritøkur brúka møguleikarnar, sum eru í skipanini, men ásannar, at høg krøv verða sett til umsóknirnar. Tí vil Vinnuframi hjálpa teimum fyritøkum, sum ætla at søkja úr SME Instrument. Fólk, sum eiga ein veg í Tórshavnar kommunu, kunnu nú sleppa av við hann, vilja tey tað. Kommunan býður sær til at yvirtaka privatar vegir frá teimum, sum søkja um tað. Tá kommunan hevur yvirtikið ein veg, hevur kommunan skyldu til at halda vegin. Kommunan letur ikki pengar fyri privatar vegir, tí kommunan yvirtekur eina skyldu. Tórshavnar kommuna kann yvirtaka allar privatar vegir, har fleiri enn eini hús eru, og tá fleiri fólk brúka vegin. Tá alt er talt við, eru 284 kilometrar av vegi í Tórshavnar kommunu, 75 kilometrar eru landsvegir. Í yvirskriftini í loyvinum var skipið í skeivum bólki. Leygardagin hevði Asbjørn Senior hjá Ocean Group Faroes í Vági føroyskt loyvi at fiska makrel. Men í gjár hevði hann einki fiskiloyvi sambært heimasíðuni Teyggjuni, har sum øll fiskiloyvi eru skrásett. Asbjørn Senior er í bólkinum onnur skip. Bólkurin hevur felagsmakrelkvotu, sum er 2.844 tons. Vørn upplýsir, at loyvið verður rættað, og Asbjørn Senior fær fiskiloyvið aftur í dag. Hetta hevur ikki forðað skipinum í at loysa, tí Asbjørn Senior er ikki komin á listan hjá ES við føroyskum skipum, sum sleppa at fiska makrel í ES sjógvi. Hesa ferð hoyra vit millum annað Karus Polka við Knut Ivar Bøe og Morten Bjone, eisini Trønderbruðra við føroyska bólkinum Tetra. Lagt til rættis Hanna og Terji Jakobsen. Hesa hoyra vit løg og útsetingar av danska tónaskaldinum WVgn Holmboe, løg sum ein ella annan hátt hava tilknýti til Føroyar. Lagt til rættis Unn Paturson. Krøvini frá myndugleikum til alarar um laksalús eru nógv strangari í Noregi enn í Føroyum. Í Noregi kann bert 0,5 laksalús í miðal vera á hvørjum laksi, áðrenn lúsabasandi tiltøk skulu setast í verk. Í Føroyum kunna í mesta lagi vera tvær kynsbúnar lýs í miðal á hvørjum laksi, áðrenn tiltøk skulu setast í verk til tess at basa lýsnum. Runt roknað eru 20 milliónir alilaksar í Føroyum. Verður tað sett upp ímóti teimum 38 milliónum lýsnum, sum eru í ringunum kring landið, sæst, at tað eru í miðal 1,9 kynsbúnar lýs á hvørjum tí einasta laksi í landinum. Núverandi talið av laksalús í Føroyum er sostatt knappar fýra ferðir so høgt, sum talið, ið norðmenn hava sett sum sítt hægstamark fyri, hvussu nógv lús kann vera á hvørjum fiski. Í Norra skal lús eisini teljast tvífalt so ofta sum í Føroyum. Her er vanligt at telja fjúrtanda hvønn dag, men í Norra skulu tær teljast sjeynda hvønn dag. Múli var ein ógviliga fjarskotin bygd, áðrenn hon fekk vegasamband. Einaferð búðu 31 fólk í Múla, og tá vóru 10 skúlabørn. Síðani minkaði fólkatalið støðugt. Í áttatiárunum kom vegur til Múla, men stutt eftir fluttu tey seinastu fólkini av bygdini. Sostatt bleiv bygdin, har navnframi Guttormur í Múla búleikaðist, avtoftað. Óla Kristian Heinesen, ið greiðir frá ymiskum viðurskiftum í Múla, sigur, at vegurin kom ov seint. Hevði hann komið eini 20 ár fyrr, høvdu fólk framvegis búð í Múla. Elsti múlamaður í dag er 82 ára gamli Eilef Frederiksen, og vit eru við honum í barnaheiminum. Foreldur hansara vóru tey seinastu, sum fluttu úr bygdini. 35 ára gamli Símun Petersen hevur nýliga fest og er nú bóndi í Múla. Hann hevur stóran áhuga fyri seyði og hóast hann býr í Klaksvík, gongur ikki dagur, at hann ikki er ein túr norðuri í Múla. Kristina Háfoss avsannar samstundis, at kommunurnar fáa minni fyri eldraøkið í ár, tí kravda inngjaldið til eftirløn kortini ikki hækkaði eitt prosentstig í ár. Magnus Rasmussen, fyrrverandi borgarstjóri í Runavík, sigur við Sosialin leygardagin, at landsstýrið hevur brotið avtaluna við kommunurnar um fíggingarleistin. Tað heldur landsstýriskvinnan í fíggjarmálum ikki. Seinastu kunnandi fundirnir áðrenn fólkaatkvøðuna, um at leggja niður skúlarnar í Hvalvík og Hósvík og savna alt skúlavirksemið í Sunda kommunu í nýggja skúlanum, Skúlin við Streymin, vera týskvøldið og mikukvøldið. Á hesum fundum verður tikið saman um og skúlabygnaðurin í Sunda kommunu verður lýstur. Eisini royna tey at svara spurninginum, hvat so hendir, um fólkið ynskir at varðveita skúlarnar í bygdunum báðum. Heðin Zachariassen, borgarstjóri, dylir ikki yvir, at hann ynskir, at tey í kommununi fullføra tað, sum býráðið og øll skúlastýrini í økinum hava samtykt, nevniliga at alt skúlavirksemið verður savnað á einum og sama staði. Um skúlarnir ikki verða niðurlagdir, so verða nakrar broytingar gjørdar kortini. Tað koma vit til at tosa um á fundunum, sigur Heðin Zachariassen. Orsøkin er, at Løgtingið fyri jól samtykti at hækka avgjaldið á bensini og diesel, ávikavist við 30 og 25 oyrum fyri liturin. At prísurin ikki er hækkaður, kemur av, at oljufeløgini, Magn og Effo, høvdu olju á goymslu, sum ikki kom undir hækkingina í avgjaldinum. Tí er prísurin ikki hækkaður enn, sigur Hendrik Egholm, stjóri í Magn. Í dag lækkaði prísurin á bensini í Føroyum niður í 8,08 krónur fyri liturin og á diesel niður í 6,49 krónur fyri liturin. Prísurin á heimsmarknaðinum liggur um 28 dollarar fyri tunnuna í løtuni. Talan er um eina munandi príslækking síðani á nýggjárinum. Hjálmont er sera sjáldsamur fuglur í Evropa, har hon bert er skrásett einar 30 ferðir. Tí var Silas Olofson, fuglaáhugaður, skjótur til suðuroyar, tá ið hann hoyrdi, at ein hjálmont helt til á vatninum í Vági. Ein annar sjáldsamur fuglur varð eisini skrásettur í januar. Tað er ein eystanturtildúgva, ið bert er sædd einaferð áður í Føroyum. Borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Tórbjørn Jacobsen, er fyrrverandi strikuspælari og føroyameistari í unglingum. Hann fylgir væl við endaspælinum, sum er í løtuni, serliga við Norðurlondunum, har borgarstjórin hevur Ísland fram um hini. Hann metir tó, at Danmark er tað norðurlandi, sum kann koma longst og kemur Danmark í finaluna í móti til dømis Fraklandi, er eingin ivi um, hvørjum Tórbjørn Jacobsen heldur við. Føroyar, ár 1562. Magnus Heinason ætlar sær út í heimin. Hann droymir um vandamiklar sjóferðir og bardagar við sjórænarar. Hann er sterkur og djarvur fúsur at hjálpa vinum sínum og berjast við fíggindar sínar. Einki kann forða honum roysnisbrøgd eru í væntu. Eilif Mortanson hevur skrivað bókina Magnus Heinason Ein sjógarpur. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 1992. Páll Danielsen lesur og Dánjal Tavsen gjørdi ljóðmyndina. Gjógvin veksur og 100 miljardir dollarar eru horvnir frá menningarlondunum seinsta árið. Hetta er í samsvari við tað, sum Oxfam felagsskapurin spáddi fyri ári síðani, skrivar BBC. Vit hava kreppu tá tað snýr seg um at oyðileggja framstigini, sum vit hava gjørt í sambandi við at niðurberja fátækradømi seinastu 20 30 árini, sigur Helen Szoke í Oxfam, við svensku tíðindastovuna, TT. Felagsskapurin skrivar, at 7,6 miljardir dollarar eru fjaldir í skattaparadísum, og verða ikki skattaðar so at fátæka fólkið kann fáa sjúkrahús, skúlar og vatnskipanir. Frágreiðingin hjá Oxfam verður løgd fram á heimsbúskaparligari ráðstevnu í Davos, og er grundað á tøl frá 2015 listanum hjá Forbes og Credit Suisse. 62 tey ríkastu í heiminum eiga líka nógv, sum 3,6 miljardir menniskju í heimsins fátækastu londum. Tað vil siga helmingurin av fólkinum í heiminum. 38 ára gamal svenskur lækni er skuldsettur fyri at hava doyvt eina kvinnu, neyðtikið hana og hildið hana sum fanga í ljóðtøttum rúmi handan 32 cm tjúkkar betong veggir. Tað skrivar tv2.no. Løgreglan heldur, at hann vildi fáa enda á leitingini eftir kvinnuni, skrivar Aftonbladet. Men á løgreglustøðina greiddi kvinnan frá, hvat var hent, og maðurin varð tí handtikin. Tað var í september í fjør, at 38 ára gamli maðurin fór inn í heimið hjá kvinnuni í Stokholmi og doyvdi hana við jarðberum, sum vóru fylt við rohypnol. Síðani metur løgreglan, at hann hevur neyðtikið kvinnuna, áðrenn hann koyrdi hana út í bilin hjá sær í einum koyristóli. Fyri fimm árum síðani bygdi maðurin eina maskinhøll í einum skógi uttanfyri Kristianstad í Sk ne. Inni í høllini hevði hann gjørt eina ljós og ljós isoleraðan bunkara. Rúmið var læst við fleiri dupultum trygdarhurðum við loynilásum. Endamálið við bygningum var at hava fólk avbyrgd í longri tíðarskeið uttan at nakar varnaðist tað, stendur í kanningarskjølum, sum Aftonblaðið endurgevur burtur úr. Løgreglan kannar, um maðurin hevur havt aðrar ætlanir um at burturflyta persónar hagar, sigur ákærin, Peter Claeson, við Aftonbladet, eftir at ákæran varð lisin upp. Aftonbladet hevur nevnt 38 ára gamla mannin fyri Svenski Fritzl, eftir eysturríkaranum, Josef Fritzl, sum í 2009 varð dømdur fyri at hava hildið dóttir sína sum fanga í einum kjallara í 24 ár. Danir hava ætlanir um at tvífalda útflutningin til Iran. Tað sigur danski uttanríkisráðharrin, Kristian Jensen, við danska kringvarpið, nú handilsbannið av Iran er avtikið. Í Noreg er markið fyri, hvussu nógv lús laksur kann hava, áðrenn hann skal slaktast, 0,2. Tað vil siga, at ein lús á øðrum hvørjum laksi kann góðtakast. Í Føroyum loyva vit fýra ferðir so nógv nevniliga tvær lús fyri laksin í miðal. Tørvur er á størri opinleika og gjøgnumskygni sigur Ragnar Joensen, sum starvast hjá Marine Harvest í Noreg. Hann vil hava tølini fyri laksalús í Føroyum almenn. Tað vísir eitt átak hjá blaðnum Kvinnu, sum hevur heitt á kvinnur, ið hava verið fyri kynsligum ágangi, um at venda sær til blaðið við síni søgu. Fyrsta umfarið verður sambært skránni hjá FSF leygardagin 05.mars og sunnudagin 06.mars KÍ TB 05.mars NSÍ HB 05.mars B36 ÍF 05.mars AB B68 05.mars Víkingur Skála 06.mars Løgtingið fer seinni í vikuni at viðgera uppskot frá Bjørn Kalsø í Sambandsflokkinum um, at nýggir føroyskir bátar og bátar, sum verða umvældir, skulu sleppa undan at gjalda meirvirðisgjald. Bjørn Kalsø sigur í viðmerkingunum til uppskotið, at bátasmiðirnir fækka, og lærlingar verða ikki settir við. Nýggir bátar verða sjáldan smíðaðir, og tí er handverkið í vanda fyri at hvørva, um einki verður gjørt. Hann sigur, at slepst undan meirvirðisgjaldi, fer tað at hava jaliga ávirkan á føroyskt bátasmíð, bátasmiðir, tey, sum ætla at fáa sær nýggjan bát ella umvæla føroyskan bát. Haraftrat fer uppskotið at hava jaliga ávirkan á altjóða sáttmálar, tí vit kunnu vísa á, at arbeitt verður við at verja siðaarvin, sum vit hava skyldu til sambært UNESCO sáttmálanum hjá ST, sigur Bjørn Kalsø. Taks hevur upplýst, at uppskotið fer leysliga mett at kosta landskassanum millum 80.000 og 100.000 krónur um árið í mistari mvg inntøku. Glenn Frey, ein av stovnarunum í The Eagles, og eisini ein tann størsti sangskrivarin í 70 unum, er deyður, upplýsti bólkurin á sosialu miðlunum mánakvøldið. Orð kunnu hvørki lýsa sorgina, kærleikan ella virðingina fyri alt, hann hevur givið okkum, sigur bólkurin millum annað í almennu fráboðanini. Greinin heldur fram niðanfyri Glenn Frey var ein av upprunalimunum í rokktónleikabólkinum, The Eagles. Hann skrivaði ella hjálpti til at skriva fleiri av best umtóktu sangunum hjá amerikanska bólkinum. Tónleikabólkurin er ein av teimum best umtóktu í heiminum nakrantíð. Til samans hevur bólkurin, The Eagles, selt umleið 150 milliónir eintøk av útgávunum. The Eagles góvust í 1980, men fóru at spæla saman aftur 14 ár seinni. Bólkurin hevur í fleiri umførum verið á konsertferð í Evropa. Kunngerðin um laksalús er sum heild nøktandi, heldur Birna Mørkøre landsdjóralækni, sum varðar av økinum Føroysku reglurnar viðvíkjandi laksalús eru sum heild er nøktandi. Tað sigur Birna Mørkøre landsjóralækni. Løgreglan gjørdi í gjár húsarannsókn hjá einum bilasølu, sum innflytur bilar, tí løgreglan hevur illgruna um, at bilasølan hevur svikað móti landskassanum. Júst hvussu svikið skal vera farið fram, vil Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur, ikki siga so nógv um í løtuni, tí málið er so nýtt. Hoyr alla samrøðuna við Jón Klein Olsen her. Formaðurin í Sambandsflokkinum, Bárður Nielsen, hevur sjálvur eina fortíð sum málverji á besta liðnum hjá VÍF. Tí fylgir hann væl við, nú EM endaspælið er, har hann fylgir Norðurlondunum serliga væl. Og sum gamal málverji er tað serliga málsmansavrikini, sum Bárður Nielsen vísir ans. Í morgunsendingini í morgun greiddi Bárður Nielsen frá síni tíð sum hondbóltsspælari, hann tosaði um týdningin sum hondbóltur hevur í Vestmanna, og so umrøddi hann eisini avrikini hjá Danmark og metti um møguleikarnar hjá Íslandi í kvøld. Koide varð føddur 13. mars 1903 og arbeiddi sum skræddari. Hann gjørdist elsti maður í heiminum í juli í fjør, men doyði í morgun av lungnabruna. Tá hann varð spurdur um loyndarmálið við at liva so leingi, svaraði Koide, at tað besta er at sleppa undan at arbeiða so nógv, og at hava eitt gleðiligt lív. Enn er ikki greitt, hvør verður eftirmaður Yasutaro Koide sum elsti maður, nú japanarin er deyður. Hann hevði fylt 113 ár 13. mars. Heimsins elsti persónur er amerikanska kvinnan, Susannah Mushatt Jones, sum er 116 ára gomul. Hon varð fødd 6. juli 1899, sambært Guinness metbókini . 1. desember 2014 búðu 48.590 fólk í Føroyum. Eitt ár seinni, 1. desember 2015, búðu 49.138 fólk í Føroyum sambært Hagstovu Føroya. Vøksturin í fólkatalinum hetta tíðarskeið var 548. Nettotilflytingin munurin á til og fráflyting var 318 fólk sambært seinastu uppgerðini. Í Sandoynni stóð fólkatalið so at siga í stað hetta tíðarskeið, men í Suðuroynni minkaði fólkatalið, upplýsir Hagstova Føroya á heimasíðuni . Størsti vøksturin var í Tórshavnar, Runavíkar, Klaksvíkar, Sunda og Sørvágs kommunum. Lutfalsliga størsti vøksturin var í Sunda kommunu. Talan er um bilar, sum IS hevur gjørt klárar til at brúka í bumbuatsóknum. Her síggjast myndir av bumbuálopunum, sum irakiski herurin hevur latið fjølmiðlunum. Á Føroyska Skúlanum í Keypmannahavn ganga børnini í skúla fríggjadag seinnapart. Børnini ganga dagliga í donskum skúla, men tá vikan er av er føroyskt á skránni. Summi børn eru eitt sindur móð og tíma illa, men foreldrini royna kortini at stuðla uppundir, at børnini fáa móðurmálsundirvísing og læra um føroyska mentan. BankNordik havur í dag sagt 22 fólkum úr starvi í sambandi við broytingar í kundatænastuni. Øll arbeiddu fyri BankNordik í Danmark, stendur í fráboðan frá bankanum til virðisbrævamarknaðin í dag. Alsamt færri gera flytingar, men eftirspurningurin eftir tænastunum á netinum er alsamt vaksandi. Tískil verða deildirnar í Jútlandi savnaðar í fýra eindir, meðan eindirnar við tænastuveitingum til deildirnar verða styrktar og fluttar til Føroya. Tað gongur væl hjá stóru grønlendsku fyritøkuni Royal Greenland. Eginpeningurin er nú 1,3 milliardir krónur, skrivar grønlendska kringvarpið, KNR. Sambært Royal Greenland er tað nýggja kósin um at verða heimsins størsta fyritøka av norðuratlantinskum sjógæti, serstakliga rækjum og kalva, sum hevur givið góða úrslitið. Fiski og útróðrarmenninir hava eisini fingið ágóða av úrslitinum, tí í fjør rindaði Royal Greenland 107 milliónir krónur meira fyri fiskin enn árið fyri. Teir 1700 fiski og útróðrarmenninir, serstakliga teir, sum rógva við jollu, avreiddu fyri tilsamans 560 milliónir krónur til Royal Greenland í fjør. Í fráboðanini til virðisbrævamarknaðin verður staðfest, at bankin heldur fast um ætlanirnar at gjalda umleið 300 milliónir krónur í vinningsbýti. Virðið á partabrævinum í BankNordik er hækkað umleið 11 prosent. Í gjár kostaði tað 115 krónur, men seinnapartin var kursurin 127. Føroyar, ár 1562. Magnus Heinason ætlar sær út í heimin. Hann droymir um vandamiklar sjóferðir og bardagar við sjórænarar. Hann er sterkur og djarvur fúsur at hjálpa vinum sínum og berjast við fíggindar sínar. Einki kann forða honum roysnisbrøgd eru í væntu. Eilif Mortanson hevur skrivað bókina Magnus Heinason Ein sjógarpur. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 1992. Páll Danielsen lesur og Dánjal Tavsen gjørdi ljóðmyndina. Ferðsluvanlukkurnar eru fækkaðar nógv síðani sjeyti og áttatiárini, men enn doyggja tvífalt so nógv í ferðsluni í Føroyum sum í grannalondunum. Sjálvirkandi eftirlitsmyndatól, alkolás og størri ferðslubøtur eru ein loysn, heldur Ráðið fyri Ferðslutrygd, sum í dag hátíðarheldur 40 ára stovningardagin. Triði, fjórði, fimti og sætti flokkur flyta í felagsskúlan óansæð, um hósvíkingar atkvøða fyri ella ímóti, at skúlarnir í kommununi skulu leggjast saman. Bakkafrost hevur nu reinsað 1,3 milliónir laksar fyri lús í feskvatni. Stjórin ivast ikki í, at hetta er ein gongd leið fyri at minka um laksalúsina. Tað avgjørdi Føroya rættur í gjár. Ein 59 ára gamal maður, sum súkklaði í tunlinum, doyði, tá ein bilur rendi á hann. Bæði bilurin og súkklan koyrdu sama veg. Bilførarin, sum sambært ákæruritinum er føddur í 1943, fekk 20 dagbøtur á 300 krónur, tilsamans 6.000 krónur, og hann misti koyrikortið, men tó treytað. Hann missir ikki koyrikortið, um hann ikki hevur gjørt seg sekan í lógarbroti, sum ger, at hann missir koyrikortið, áðrenn trý ár eru farin frá endaliga dóminum í málinum um ferðsluvanlukkuna í Kollafjarðartunlinum. Bilførarin er dømdur fyri at bróta ferðslulógina og revsilógina, fyri manndráp av ósketni. Hann noktaði seg sekan. Rætturin hoyrdi átta vitni í málinum. Sambært ákæruritinum var maðurin á súkkluni í endurskinsvesti, men kortini sá bilførarin hann ikki. Tað eru ikki linnandi umstøður, at maðurin á súkkluni, sambært tí, sum rætturin fekk at vita, koyrdi ótrygt og var nakað inni á vegnum. Føroya rættur sigur í dóminum, at bilførarin í eina góða løtu átti at sæð mannin á súkkluni framman fyri bilin, og tí er hann sekur í báðum ákærunum. Tríggir prinsipiellir skeivleikar eru í lógaruppskotinum hjá løgtingskvinnunum, sum mæla Løgtinginum til at broyta lógina um, hvussu fólkakirkjan kann brúkast. Tað siga Felagið fyri kirkjuráðslimir, Prestafelagið og Stiftsstjórnin í felags brævi, sum Mentanarnevndin hjá Løgtinginum fekk mánadagin. Brævið er stutt. Kirkjulig tænasta, ið snýr seg um vígslu ella signing kirkjunnar av hjúnabandi, fevnir um par av ymiskum kyni. Tað merkir, at samkynd kunnu ikki verða gift í fólkakirkju ella fáa hjúnabandið signað har. Slíkur mismunur eigur ikki at vera í lógini um fólkakirkjuna, halda Felagið fyri kirkjuráðslimir, Prestafelagið og Stiftsstjórnin, sum annars mæla frá at vevja saman lóg um borgaraliga giftu og kirkjulógirnar. Tað skrivar AFP tíðindastovan. Miðskeiðis í november í fjør kom fram, at amerikanarar møguliga høvdu dripið Jihad John í einum dronuálopi í sýriska býnum, Raqqa, har ISIL hevur høvuðsstøð. Tað er tó nústani, at ISIL felagsskapurin sjálvur váttar, at bøðilin hevur latið lív. Jihadi John hevur við knívi skorið fleiri bretskar, amerikanskar og japanskar gíslar í Sýria á háls. Leikurin snýr seg um bardagan millum Fat Sam og Dandy Dan, har Bugsy Malone er mitt í rokinum. 10. flokkarnir í Runavíkar skúla og Tofta skúla spæla. Morgunsendingin hevur verið til venjing í Løkshøll. Vit tosa við Bjartu Berthelsen, sum er Talula, Irenu Midjord, sum er Fat Sam, og Ára Hansen, ið hevur leiklutin sum Bugsy Malone. Vit tosa eisini við Ásbjørn Berthelsen, samskipara. Fullsett var í bygdarhúsinum í Hósvík, tá kunnandi borgarafundur var hildin í sambandi við atkvøðugreiðsluna 26. januar um at leggja Hósvíkar skúla og Hvalvíkar skúla niður. Borgarstjórin legði fram, nýggi skúlastjórin greiddi frá sínum tonkum, og aftaná var orðið frítt. Mong nýttu høvi at siga sína hugsan. Á fundinum kom fram, at broytingar verða í skúlabygnaðinum óansæð, hvat úrslitið á fólkaatkvøðuni verður. Vilja hósvíkingar framhaldandi hava skúla í bygdini, so heldur innskúlingin fram. Eldru flokkarnir flyta undir øllum umstøðum í felagsskúlan. Hendrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, er fastur fúsur millum áskoðararnar, tá kvinnurnar hjá VB spæla hondbólt. Eisini nú hann er vorðin landsstýrismaður, ferðast hann við teimum um landið. Tá tú ert til hondbólt, hittir tú og prátar tú við fólk, sum tú vanliga ikki ger. Og tú prátar um alt annað enn tað, tú vanliga tekst við, sigur javnaðarmaðurin, sum eisini fylgir væl við endaspælinum, sum verður spælt nú. Hendrik Old harmast um, at tað ikki gekk betur hjá íslendingum, sum taptu stórt í gjár og eru úti av kappingini. Hinvegin roknar hann við, at Danmark kann koma rættiliga langt. Síðan blaðstjórin á Norðlýsinum, John William Joensen, tók avgerð, vegna sjúku, at siga seg úr starvi, hevur leiðslan ivast í framtíðini hjá lokalblaðnum fyri Norðoyggjarnar. Morgunsendingin er inni hja Norðlýsinum í Klaksvík, har vit tosa við Oliver Joensen, stjóra, og nýsetta blaðmannin, Helga Abrahamsen. Hevur tú eina stutta útbúgving, er sannlíkt, at barnið hjá tær sleppur at brúka meira tíð við skíggjan enn hjá foreldrum við longum útbúgvingum. Tað er niðurstøðan í eini kanning , svenski miðlastovnurin, Statens medier d, hevur gjørt og eisini kunngjørt, sambært danska blaðnum, Politiken . Foreldur við akademiskum ella longum útbúgvingum seta í størri mun mark fyri miðlanýtsluna hjá børnunum enn fólk við stuttum útbúgvingum. Foreldur við longum útbúgvingum hava øðrvísi hugburð til miðlarnar, sigur Ulf Dalquist, granskingarleiðari hjá Statens medier d, við Politiken. Tað er eisini meiri vanligt, at børn hjá foreldrum við stuttum útbúgvingum hava sjónvarp á kamarinum vísir kanningin. Be like Bill er eitt mótrák til allan floymin av sjálvfylgjum og tingum, vit annars ilskast um á sosialu miðlunum. Og í staðin fyri at vit sjálv skriva drúgvar dagføringar um eitthvørt vinfólk okkara á Facebook, kunnu vit lata Bill tosa fyri okkum. Millum annað tí hevur síðan Be like Bill fingið meira enn 1,4 milliónir tumlar á Facebook, hvørs myndir verða deildar á fleiri ymsum málum. Tað sigur miðlamaðurin Allan Dalsgarð, sum eisini hevði eitt boð upp á ein føroyskan Bill Jógvan. Ein maður, um 40 ára aldur, er skuldsettur fyri svik móti landskassanum. Løgreglan framdi mánadag umfatandi rannsókn hjá einari bilasølu í Havn, har hald varð lagt á fleiri bilar. Talan er um eina av teimum bilasølunum, ið innflytur fínar og brúktar bilar. Løgreglan hevur nú lagt hald á til samans fimm bilar. Akstovan eri uppi í málinum, sigur Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur, í stuttari viðmerking. Útvarpið skilir, maðurin skal hava givið skeivar upplýsingar um innfluttar bilar. Ein orsøk er, at rættiliga nógvar spæla á høgum stigi uttanlands. Ein onnur er, at tilgongdin til kvinnuflogbólt er rættiliga stór. At sleppa at leika á heimavølli er tí forkunnugt og av tí sama sera spennandi hjá allari ítróttini og serliga leikarunum, sum tá sleppa at vísa seg fram fyri egnum áskoðarum, sigur Flogbóltssambandið. Pólland er á samanstoytingarkós við fólkaræðiligu grundvirðini í ES stjórnarflokkurin, sum ræður einsamallur fyri borgum, hevur gjørt inntriv í stýrisskipanardómstólin og frælsið hjá almennu og hálvalmennu fjølmiðlunum. Og í Russlandi eru valdshavararnir farnir longri enn bara at stýra stóru nationalu miðlunum, sigur redaktørur, sum fór í sjálvbodna útlegd í Lettlandi saman við toymi av gravandi journalistum, tá teirra ovasti redaktørur varð koyrdur frá, tí hon ikki vildi stýrast úr Kreml Svend Gottschalk Rasmussen, lektari við Syddansk Universitet. Báðir venjararnir hava roynt nógv í flogbólti. Jóhan Petur er kendur sum sterkur liberospælari, og hevur umframt SÍ eisini spælt fyri Aalborg Volley í Danmark. Jóhan Petur er í løtuni eisini venjari hjá SÍ kvinnunum, sum hava spælt seg í steypafinaluna, og tær hava eisini møguleika at koma í FM finaluna. Hjálparvenjarin, Kristian Mikkelsen, hevur verið venjari hjá Aalborg Volley í elitudeildini hjá monnum. Hann er í løtuni venjari hjá monnunum í Fleyr. Føroyar eru í bólki saman við Írlandi, Liktinstein og Kýpros. Jóhan Petur á Stongum heldur, at Føroyar hava góðan møguleika fyri góðum úrslitum. Vit kunnu manna eitt sera gott lið, um allir leikarar eru tøkir, íroknað tær sum dagliga spæla í Danmark, sigur Jóhan Petur á Stongum. Føroyar, ár 1562. Magnus Heinason ætlar sær út í heimin. Hann droymir um vandamiklar sjóferðir og bardagar við sjórænarar. Hann er sterkur og djarvur fúsur at hjálpa vinum sínum og berjast við fíggindar sínar. Einki kann forða honum roysnisbrøgd eru í væntu. Eilif Mortanson hevur skrivað bókina Magnus Heinason Ein sjógarpur. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 1992. Páll Danielsen lesur og Dánjal Tavsen gjørdi ljóðmyndina. Ein dagur í lívinum hjá Kristinu Bærendsen. Í hesi sending eru vit fluga á vegginum hjá ungu kvinnuni, sum fleiri halda vera føroya evnaríkasta countrysangara. Grein 19 nevndin heitir á tingið um at taka frágreiðingina frá nevndini til eftirtektar. Nevndin heitti samstundis á landsstýrið um at fyrireika og leggja fram lógaruppskot. Vinnunevndin, sum hevur viðgjørt málið, mælir til at samtykkja uppskotið. Nevndin sigur tó, at lógin um sparikassagrunnar er longu broytt og herd. Fleiri broytingar eru ikki neyðugar nú, heldur ikki í øðrum lógum. Nevndin heldur tó, at landsstýrið eigur at kanna, hvør er í nevndunum í grunnum í Føroyum. Vinnunevndin viðgjørdi eisini vantandi innlitið í skjøl hjá Fíggjareftirlitinum og Fíggjarligum støðufesti, skjøl, sum Grein 19 nevndin fegin vildi síggja, men ikki slapp at síggja. Vinnunevndin vendi sær til ríkisumboðsmannin. 11.desember í fjør fekk nevndin svar frá danska Løgmálaráðnum, sum sigur, at danska stjórnin er sinnað at finna felags loysnir so tað í framtíðini ikki verður nakar trupulleiki at útvega neyðugar upplýsingar í slíkum kanningararbeiði. Løgtingið fer í dag eisini viðgera lógaruppskotið um at sleppa teimum, sum selja ella umvæla føroyskar bátar, undan meirviðisgjaldinum. Bjørn Kalsø í Sambandsflokkinum eigur uppskotið. Tveir skrivligir fyrispurningar verða eisini svaraðir. Rigmor Dam, landsstýriskvinna, skal svara einum fyrispurningi frá Kára P. Højgaard um trygdarskeið, og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, skal svara fyrispurningi frá Anniku Olsen um nýggja veðurlagssáttmálan. Luturin hjá donskum myndugleikum, tá átøk eru móti grindadrápi í Føroyum, verður eisini viðgjørdur á fundinum fyrrapartin í morgin millum Føroyanevndina hjá Fólkatinginum og Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharra. Søren Thomassen, sjefpolitiinspektørur hjá Ríkispolitinum, fer at hava framløgu um tað málið. Á fundinum verður heimastýrislógin eisini viðgjørd. Talan verður um teknisk gennemgang sambært dagsskránni fyri fundin í Forsætismálaráðnum í morgin. Útnorðurskrivstovan hjá Forsætismálaráðnum stendur fyri hesari framløguni. 18 av teimum 29 limunum í Føroyanevndini hava boðað frá, at teir fara á fundin í morgin. Fundurin millum Føroyanevndina og forsætismálaráðharran skuldi vera 25. november í fjør. Men fundurin varð útsettur, tí fólkaatkvøða var í Danmark 3. desember. Føroyanevndin hjá Fólkatinginum hevur sent Forsætismálaráðnum spurningin, hvat danir ætla við Føroyum. Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, játtaði at hitta Føroyanevndina hjá Fólkatinginum. Talan er um kunning, ikki um eitt samráð. Á fundinum fer forsætisráðharrin at kunna nevndina um, hvørjar ætlanir, danska stjórnin hevur viðvíkjandi sambandinum millum Danmark og Føroyar. Eftir at Sjúrður Skaale, formaður í Føroyanevndini, hevur sett fundin, fær forsætisráðharrin orðið í eitt korter, og síðani sleppa nevndarlimirnar at spyrja hann í eitt korter. Nýtt skaldsøguhandrit eftir William Heinesen er komið í ljósmála, men er talan um nýtt meistaraverk Bergur Djurhuus Hansen, bókmentafrøðingur, sum er hin einasti, sum hevur lisið bókina, svarar. Bókin, sum Líggjas í Bø hevur skrivað um Klaksvíksstríðið, gongur sum heitt breyð. Zakarias Wang sigur sína hjartans meining um bókina. Listamálarin Torbjørn Olsen verður í hesi vikuni heiðraður við serstakari føðingardagsframsýning. Kinna Poulsen lýsir listamannin. Risar, riddarar og føgur fljóð nevnist kvæðabók, sum forlagið Fannir hevur givið út. Árni Dahl greiðir frá. Og vit hitta eisini Anniku Hoydal, sum um vikuskiftið varð heiðrað við Mentanarvirðisløn Landsins. Í kvøld klokkan19.00 fer grønlendingurin Lasse Bjerge bóndi, sum er uppvaksin á royndarstøðini í Upernaviarsuk í Suðurgrønlandi, at greiða frá sínum royndum, sum eru gjørdar við seyðabrúki og gartnarí í Grønlandi. Eisini verður Oddjó Stovugarð frá Heilsufrøðiligu starvstovuni við. Oddjó fer at greiða frá um ridluskriða, sum ger um seg í landinum. Tað sigur Jógvan Martin Ferjá Joensen í Kollafirði, sum hevur keypt føroyska partin í Northwest Pelagic. Hollendingar eiga framvegis ein part av felagnum. Roknskapurin fyri 2014 vísir, at skuldin er 150 milliónir krónur, og eginognin er negativ við 56 milliónum krónur Tað hevur tikið drúgva tíð, men nú er komið á mál, sigur Sverri Justinussen, leiðari í Eik Markets. Talan er um upphæddir, sum eru upp í 250.000 til 300.000 krónur. Um eina løtu fæst at vita, hvussu arbeiðsbólkurin, ið skal gera uppskot um at nýskipa fiskivinnuna, verður mannaður, tá landsstýrismaðurin fer at avdúka nøvnini. Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, vildi ikki gera stórvegis viðmerkingar, tá útvarpið mikudagin spurdi hann um arbeiðsbólkin. Tað verður avdúkað í morgin í dag,, og ætlanin er at skipa fyri tíðindafundi, segði Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, við útvarpið. Í samgonguskjalinum, ið varð undirskrivað 14. september, er arbeiðsbólkurin, ið skal gera uppskot um at nýskipa fiskivinnuna, lýstur. Í samgonguskjalinum stendur millum annað Ein breitt samansettur arbeiðsbólkur við fakligum førleikum og vinnuligum royndum verður alt fyri eitt settur at gera tilmæli til politisku skipanina um nýskipan í fiskivinnuni frá 1. januar 2018. Miðað verður framvegis eftir, at uppskot verður lagt fyri Løgtingið í seinasta lagi á ólavsøku, tí tað stendur í samgonguskjalinum, sigur landsstýrismaðurin við útvarpið. MGP 2016 verður í Horsens 20. februar. Eftir sjálva finaluna eru eisini fleiri konsertir, sum bólkurin hjá Fríðu, Froja og Sarah, vera við á. Hetta hevur altíð verið mín dreymur, sigur 10 ára gamla føroyska gentan, sum er dóttir Hannu Vágsheyg og Birgir Sigurðsson Bólkarnir, sum kanna møguleikan at leggja elkaðal úr Íslandi í ein landsynning, eiga at arbeiða saman. Tað heldur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í orkumálum. Arbeiðið at kanna møguleikan fyri at leggja elkaðal millum Ísland, Føroyar og Skotland heldur fram. Væntandi byrjar samstarvið á fundi í Íslandi í vár. Á landsstýrisfundi mánadagin fekk Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í orkumálum, undirtøku frá landsstýrinum fyri at halda fram við kanningunum. Í uppriti, sum landsstýriskvinnan hevði við á fundin mánadagin, stendur, at málið verður tikið upp nú, tí fyrispurningur er komin úr Íslandi, um Føroyar eru áhugaðar í at tosa um samstarv um at kanna møguleikan fyri elkaðali millum Ísland og Skotland og møguliga Føroyar. Arbeitt hevur verið við hesum máli í nógv ár. Í løtuni arbeiða Umhvørvisstovan, fyrr var tað Jarðfeingi, og íslendska Orkustofnun við slíkari kanning. Men Landsvirkjun og Landsnet í Íslandi og National Grid í Skotlandi kanna eisini møguleikan fyri elkaðali millum Ísland og Skotland, Icelink verkætlanin kallast tann ætlanin. Landsvirkjun og National Grid hava spurt Jarðfeingi, um Føroyar vilja vera við á einum fundi í Íslandi í vár fyri at vita, um tey, sum kanna Icelink, og tey, sum kanna kaðalin millum Ísland og Føroyar, kunnu arbeiða saman. Sirið Stenberg sigur tað vera skilagott, at Føroyar eru við í hesum samstarvi fyri at røkja føroysk áhugamál. Men uttan tó at binda Føroyar til nakra ávísa loysn ella útreiðslur. Sirið Stenberg boðaði landsstýrinum frá mánadagin, at hon ætlaði sær at boða Umhvørvisstovuni frá, at hon tekur undir við at halda fram at kanna møguleikan fyri kaðalsambandi við Ísland og møguliga onnur lond. Landsstýriskvinnan tekur eisini undir at fáa í lag samstarv við IceLink, kanna hvørjar ætlanir eru, og hvat tað fer at kosta Føroyum at vera við í kanningunum. Hesum tók landsstýrið undir við, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna. Landsvirkjun er almenna íslendska orkufelagið, Landsnet stendur fyri at fáa streymin út til brúkararnar og National Grid er bretski el og gassveitarin. Orkustofnun í Íslandi svarar til Jarðfeingi her. Ísland ger nógvan streym, og hann er bíligur. Tí er útflutningur av streymi áhugaverdur. Johnny í Grótinum sigur, hann vil hava arbeiðsfrið, og hann fer ikki at vera í fjølmiðlunum í heilum og greiða frá gongdini í nevndararbeiðnum. Hoyr samrøðuna við formannin í arbeiðsbólkinum her. Í sendingini varpa vit ljós á børn og ung og ítróttin anno 2016. Julian Johansen, landsliðsvenjari í hondbólti, og venjari hjá besta liðnum hjá Kyndli, sigur, at støðið er hækkað, og at krøvini til íðkandi børnini og tey ungu eru herd. Hann leggur tó afturat, at góðu úrslit longu vísa seg. Rannvá Rasmussen er mamma ein svimjara, ið svimur útivið 30 tímar um vikuna. Rannvá heldur, at hetta er alt ov mikið. Tey sleppa hvørki at vera børn ella ung longur, heldur Rannvá Rasmussen Rani og Hjálmar Allanson Dalsgarð gera fimleik 15 18 tímar um vikuna. Brøðurnir eru ikki heilt samdir í um hetta er ov nógv ella ov lítið. Í sendingini hitta vit eisini Beintu Johannesen, mammu, og hondbóltsleikararnar Gilla S. Holm, Svein Lava Olsen, Dánjal Ragnarson og Jóhann Hansson Joensen. Litvinenko varð eitraður við geislavirkna evninum polonium. Hann varð kendur fyri at finnast hvassliga at stýrinum í Kreml. Robert Owen, dómari, hevur skrivað frágreiðing um málið Owen er sannførdur um, at so mikið av polonium 210 varð latið í teið, sum Alexander Litvinenko drakk á einum gistingarhúsi í London í 2006, at hann doyði av tí. Greinin heldur fram niðanfyri. Robert Owen skrivar eisini í frágreiðingini, at Putin og Litvinenko vóru fíggindar, og tí høvdu Putin og stjórn hansara motiv fyri at drepa Litvinenko. Dómarin nevnir, at tveir KGB agentar, Andrej Lugovoj og Dimitrij Kojtun, eitraðu Litvinenko. Stjórnin í Kreml hevur víst aftur, at hon hevði nakað við málið at gera. Við 108 atkvøðum fyri og ongari ímóti hevur danska Fólkatingið samtykt, at pør av sama kyni kunnu giftast og fáa vælsignilsi frá presti í eini kirkju, skrivar sermitsiaq.gl Hetta verður í lógini nevnt homovígslur, kyns neutralar kirkjuvígslur og ælabogabrúdleyp, fyri at virða tey mongu sløgini av kærleika, sum eru viðurkend í 2015. Grønland hevur ikki heimtikið økið fyri familjurætt, og tí er tað Fólkatingið, sum tekur avgerð í málinum, skrivar grønlendska blaðið. Eitt óhapp á Finni Fríða fekk Sjóvinnustýrið at minna reiðaríið á trygdina umborð. Og helst gekk ov long tíð, til lækni varð spurdur, hvussu berast skuldi at við skadda manninum. Skiparin á Finni Fríða sendi Sjóvinnustýrinum boð um óhappið, og Sjóvinnustýrið avgjørdi at kanna málið. Frágreiðingin er komin á heimasíðuna hjá Sjóvinnustýrinum. Skiparin átti helst at hava sett seg í samband við lækna alt fyri eitt eftir at hava tosað við skadda mannin fyri at ráðføra seg um, hvussu berast skuldi at. Tað sigur Sjóvinnustýrið, sum hevur kannað eitt óhapp á nótaskipinum Finni Fríða í november 2104. Hvat ítøkiliga er hent, og hvør orsøkin var til óhappið, kann ikki staðfestast við vissu, sigur Sjóvinnustýrið. Men um miðnáttina, tá skipið sigldi í skotskum sjógvi á veg á Tvøroyri, varð skiparin biðin um at koma niður í umklæðingarrúmið, tí har stóð ein maður vátur um allan kroppin. Maðurin, sum tá var 36 ár, hevði verið úti á dekkinum í náttarmyrkrinum. Hann hevði fingið sjógv á seg og sligið seg í okkurt, tí hann hevði eitt skursl á hálsinum við høvuðspulsæðrina. Meira var ikki at síggja á manninum, og meira varð ikki gjørt burturúr. Hetta var ikki rætt atborið, heldur Sjóvinnustýrið. Maðurin fór undir brúsu og síðani í koyggjuna. Okkurt um fimm tímar seinni vaknar hin maðurin í kamarinum við, at skaddi maðurin datt úr koyggjuni á dúrkið. Óhappið er hent um midnáttina. Klokkan knappliga hálvgum seks um morgunin boðar Finnur Fríði MRCC frá. Læknavaktin gav boð um, at maðurin skuldi í land, og boð vórðu send eftir tyrlu. Tá Finnur Fríði kom á Tvøroyri, fekk øll manningin tilboð um kreppuhjálp. Sjóvinnustýrið mælir eisini til, at trygdin verður betri á Finni Fríða. Sjóvinnustýrið fekk at vita, at eingin skrivlig mannagongd er um, hvussu nýggj manning skal lærast upp. Hetta verður gjørt munnliga so hvørt. Sjóvinnustýrið sigur, at trygdararbeiðið eigur at verða skipað í eina fasta legu sambært krøvum frá myndugleikum. Trygdarskeið eiga at vera umborð og arbeiðspláss mett. Og, sigur Sjóvinnustýrið eisini upplæring av nýggjum óroyndum fólki eigur at verða skipað í eina fasta legu við leypandi betringum, so tað betur verður tryggjað, at manningin alla tíðina verður kunnað um trygdar og heilsuvandar. Hann er Kringvarpsstjóri, men so hevur hann eisini hægstu venjaraútbúgvingina í hondbólti, sum tú kanst fáa í Evropa. Dia Midjord hevur verið í mangum leiki sum bæði spælari og venjari. Í morgun tosaði hann um munin á hesum og tá prátið kom til endaspælið, hevði hann síni boð upp á møguliga semifinalistar. Skúlastýrið fyri Eysturskúlan hevur gjørt kanning av næmingunum í fjórða til níggjunda flokk, har tey hava spurt um nýtsluna av internetið, snildfonum og øðrum vanum hjá teimum. Magni á Lakjuni, formaður í skúlastýrinum, og Elin Michelsen, samskiftiskøn, greiddu frá kanningini, tankunum aftanfyri og frá úrslitunum í henni. Millum annað sigur kanningin, at stórur partur av ungdóminum og børnunum hava fartelefonina við í song. Og kanningin vísir eisini, at tey, sum hava telefonina við í song, brúka longri tíð um at sovna. Stjórin í Reiðarafelagnum er í bólkinum, ið skal koma við einum tilmæli um fiskivinnunýskipan men manningarfeløgini hava einki umboð. Formaðurin í Fiskimannafelagnum undrast. Arbeiðsbólkurin skal viðgera og gera uppskot til eina skipan, ið er marknaðargrundað, har tað almenna bjóðar fiskirættindini fram sum brúksloyvi fyri ávísa tíð. Tað sigur væl seg sjálvt, at hetta er ein uppboðssøla av fiskirættindum, sigur Johnny í Grótinum. Sum búskaparfrøðingur hevur hann mælt til eina uppboðssølu í nógv ár. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum vil, at arbeiðsbólkurin kemur við einum felags tilmæli. Reiðarafelagið og Varðin Pelagic, sum eru umboða í arbeiðsbólkinum, eru ímóti einari uppboðssølu av fiskirættindum. Tað vil meira ella minni siga, at eitt felags tilmæli er treytað av, at Reiðarafelagið og Varðin flyta seg nærri sjónarmiðunum hjá formanninum. Eitt uppskot um royndaruppboðssølu er til viðgerðar í vinnunevndini hjá løgtinginum nú. Tað hevur ikki verið semja í samgonguni, um tað er rætt at fara undir eina royndaruppboðssølu í ár. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur sagt, at tað er neyðugt við einari royndaruppboðssølu, sum arbeiðsbólkurin skal brúka sum íblástur. Tað er ikki avgerandi fyri okkara arbeiði, at løgtingið fer undir eina royndaruppboðssølu í ár, sigur formaðurin í arbeiðsbólkinum. Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, vil ikki siga, um Sambandsflokkurin fer at taka undir við, at uppboðssøla verður partur av fiskivinnunýskipanini. Hann sigur, at ein marknaðargrundað skipan er ikki tað sama sum uppboðssøla, og at arbeiðsbólkurin skal royna at kanna aðrar møguleikar enn bara uppboðssøluna. Arbeiðsbólkurin skal viðgera og gera uppskot til eina skipan, ið er marknaðargrundað, har tað almenna bjóðar fiskirættindini fram sum brúksloyvi fyri ávísa tíð. Tað sigur væl seg sjálvt, at hetta er ein uppboðssøla av fiskirættindum, sigur Johnny í Grótinum. Sum búskaparfrøðingur hevur hann mælt til eina uppboðssølu í nógv ár. Sjónvarpið ætlaði at fáa viðmerking frá landsstýriskvinnuni í mentamálum, men hon hevði ikki stundir at gera sjónvarpssamrøðu í dag. Stjórin í reiðarafelagnum heldur ikki, at tað er ein trupulleiki, at hann er limur í nevndini, sum skal koma við einari fiskivinnunýskipan, samstundis, sum hann er formaður í reiðarafelagnum. Sambært lógini skulu allir persónar, sum eru millum 24 og 66 ár, rinda 150 krónur um mánaðin í kringvarpsgjaldi. Tey, sum eru 67 ár og eldri, rinda 50 krónur um mánaðin. Men tey, sum eru 23 ár og yngri, rinda einki kringvarpsgjald. Tað er bara fólk við skattskyldu í Føroyum, sum rinda kringvarpsgjald. Hjá teimum, sum hava A inntøku, verur kringvarpsgjaldið kravt inn sum skattur, heilsutrygd og onnur gjøld. Hjá lesandi, sum fáa lestrarstuðul í Føroyum, verður gjaldið drigið av lestrarstuðlinum. Tey, sum ikki hava A inntøku, fáa rokning sendandi hvønn mánað. Feløg, virkir, kommunalir og almennir stovnar rinda eitt árligt gjald, sum er ásett eftir, hvussu stórar lønarútreiðslurnar eru. Eru lønarútreiðslurnar til dømis millum 100.000 og 500.000 krónur, er kringvarpgjaldið 2.000 krónur um árið. Men eru lønarúteiðslurnar 10 milliónir krónur um árið, skulu rindast 12.000 krónur í kringvarpsgjaldi. Skrivað varð undir sáttmálan fyri jól í 2014. Poul Michelsen sigur, at turkiski marknaðurin er áhugaverdur hjá føroyskum útflytarum. Serliga er áhugi fyri at útflyta uppsjóvarfisk og upsa. Eisini hevur alivinnan víst áhuga fyri at flyta út laks á turkiska marknaðin. Í 1992 varð fríhandilssáttmáli gjørdur millum EFTA og Turkaland, og hann hevur givið okkara kappingarneytum í Íslandi og Noregi kappingarfyrimun, heldur Poul Michelsen. Føroyskar vørur noyðast at gjalda millum 25 og 49 prosent í tolli á turkiska marknaðinum, sigur landsstýrismaðurin í uttanríkismálum. Sambært sáttmálanum skulu turkiskar landbúnaðarvørur, eisini fiskur og fiskavørur, ikki fáa verri sømdir á føroyska marknaðinum, enn tær, sum Føroyar veittu ES 1. januar í 2014. Føroyskar vørur á turkiska marknaðinum verða tollaðar eins og vørur av íslendskum og norskum uppruna. Tollfrælsi verður at kalla á øllum fiskavørum, sum hava føroyskan uppruna. Fríhandilssáttmálin hevur við sær, at Føroyar missa triðjalandstoll, ið verður kravdur av vørum, sum verða fluttar inn úr Turkalandi. Tollurin hevur seinastu árini ligið um tvær milliónir krónur um árið. Men vinnan væntar, at føroyski útflutningurin til Turkalands fer at vaksa munandi, nú hon fær betri marknaðaratgongd. Óvist er, nær Turkaland fer at góðkenna fríhandilssáttmálan við Føroyar. Undir samráðingunum varð upplýst, at tað er ikki sannlíkt, at sáttmálin verður góðkendur fyrr enn í ár, og at kanska fer at taka longur tíð. 83 prosent taka undir við verkætlanini, sambært einari kanning, sum Gallup Føroyar gjørdi fyri FarGen. FarGen er verkætlan um at lesa arvastreingirnar hjá føroyingum, sum vilja tað. Í fyrstu atløgu skulu arvastreingirnir hjá 1.500 føroyingum lesast og skrásetast í einum dátugrunni. Hetta skal vera liðugt á heysti næsta ár. Men málið er at fáa allar føroyingar, sum vilja tað, við í verkætlanina. Endamálið er at skapa møguleikar fyri gransking í føroyskum ílegum, genum, so betur ber til at fyribyrgja sjúkum og geva viðgerðir í heilsuverkinum. Hesa ferð hoyra nøkur føroysk jazzløg og eitt sindur um Vetrarjazz Festivalin, sum verður í Tórshavn komandi vikuna. Lagt til rættis Arnold Ludvig. Útnorðurráðið skjýtur upp, at settur verður ein arbeiðsbólkur at kanna fyrimunir og vansar við eini fríhandilsavtalu og møguleikan fyri, at londini gera sínámillum handilsavtalur. Ráðið hevur biðið Løgtingið um at taka undir við tilráðingunum, sum ráðið samtykti í fjør. Grønlendingar vilja ikki gerast partur av Hoyvíkssáttmálanum millum Føroyar og Ísland. Útnorðurráðið mælir til, at arbeiðsbólkurin eisini kannar fyrimunur og vansar at skipa londini í útnorði sum eitt búskaparligt øki við teimum fýra frælsunum fyri vørur, tænastur, kapital og arbeiðsmegi. Solby Christiansdóttir sigur frá, hvussu tað var, tá pápin Christian Olsen gjørdust sjúkur. Hann varð sendur til ymsar kanningar bæði í Klaksvík og á Landssjúkrahúsinum í Havn. Men hann fekk onga viðgerð, tí ongin segði seg vita, hvat honum feilti. Tað gekk skjótt afturá og eftir stutta sjúkralegu doyði hann. Líkskurður staðfesti, at deyðsorsøkin var lungnabruni. Tey avvarðandi kærdu og fingu viðhald og staðfest varð, at mistak var hent. Men hvussu kemur man til sættis við slíka syndarliga hending Og ber til at fyrigeva teimum, sum høvdu ábyrgd av pápanum í heilsuverkinum Stafettina hevur Jancy Biskopstø Klein, ið er sosialráðgevi, gift og mamma tvey børn. Hon fekk staðfest bróstkrabba, sum hon fekk viðgerð fyri. Nøkur ár gingu, so varð krabbi staðfestur í livrini. Seinni varð staðfest, at hetta var skeiv sjúkuavgerð har var ongin krabbi. Men soleiðis at fáa deyðan so tætt uppá, setur tankar í gongd. Í kristnum høpi verður sungið og longst eftir himmalinum, men ber tað til, tá man hevur mennisku hjá sær, sum mann elskar William Heinesen skrivaði í alt sjey skaldsøgur. Allar eru tær víðagitnar 1934 Blæsende Gry Degningsvindar 1938 Noatun Nóatún 1949 Den sorte gryde Í sortanum 1950 De fortabte spillemænd Glataðu spælimenninir 1952 Moder Syvstjerne Móðir sjeystjørna 1964 Det gode h b 1976 T rnet ved verdens ende Tornið við heimsins enda Í nógv hevur ligið á ljóði, at eitt áttanda skaldsøguhandrit var til, og hevði verið til síðani einaferð í 1930 árunum. Men sum eitt loyndarmál hevur hetta handrit ligið burturfjónað í onkrari skuffu. Nú er handritið, sum William Heinsen skrivaði til skaldsøguna Den yderste tid sum ongantíð kom út afturíafturkomið.Handritið er aftur í Føroyum og øllum fer nú at standa í boði at lesa tað. Í løtuni veit kortini eingin við vissu at siga, um skaldsøgan verður givin út og hvør eigur rættin at geva hana út.Okkum vitandi er bara ein núlivandi maður, sum hevur lisið handritið, og tað er Bergur D. Hansen, bókmentafrøðingur. Periscope er ein app, sum vísir, at tú kanst videostroymað úr fartelefonini til allan heimin. Tað er, at hevur tú Periscope, kanst tú síggja, hvat hendir á gongugøtuni í Kuala Lumpur, hvat hendir í einum køki í Nuuk, ella hvussu veðrið er í New York. Alt treytað av, hvat hvør brúkari á Periscope ætlar at stroyma. 20 milliónir fólk hava Periscope, teirra millum Ditte Mathilda Joensen, sum scoopar nógv úr Føroyum. Í Góðan morgun Føroyum greiddi hon frá appini, hví fólk brúka hana, og hvat hon kann. Og hetta gjørdi hon, meðan hon hevði Periscope tendrað og soleiðis videostroymaði prátið um allan heimin. Hann er yrkisleikari og livir av at spælir hondbólt burturav. Jóhan á Plógv Hansen hevur spælt tríggjar A landsdystir fyri Danmark, og hann spælir dagliga í bestu donsku hondbóltsdeildini, har Bjerringbro Silkeborg er arbeiðsgevari hansara. Jóhan á Plógv Hansen greiddi í morgun frá, hvussu tilveran er, tá tú livir av at spæla hondbólt, áðrenn prátið fór at snúgva seg um endaspælið. Tá føroyski fótbólturin rullar, er Petur Reinert fastur fúsur á vøllinum. Tað sama er hann til altjóða uppgávur, tí boð eru eftir honum uttan fyri Føroyar fleiri ferðir árliga. Men reglurnar, sum hann og fleiri við honum, kenna so væl, verða møguliga broyttar í summar. Vinnunevndin hjá Løgtinginum hevur biðið um og fingið freist til 9. februar at skriva álit um uppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, um millum annað at selja fisk á uppboðssølu. Vinnunevndin bíðar eftir einum løgfrøðiligum uppriti frá Løgtingsskrivstovuni. Andstøðan, sum hevur meirilutin í Vinnunevndini, vil hava greiðu á, um løgfrøðiliga er í lagi at selja fisk á uppboði fyri 2018. Nevndin hevur tí biðið umsitingina hjá Løgtinginum skriva eitt upprit, sum greinar, um ein uppboðssøla kann enda við endurgjaldskravi frá reiðarum. Ein slík uppboðssøla, sum landsstýrið ætlar at skipa fyri, kann enda við, at landsstýrið verður stevnt eftir endurgjaldi fyri mist fiskirættindi, sum reiðarar siga seg eiga til 1. januar 2018. Ein av mætastu núlivandi myndlistamonnum í Føroyum fyllir í dag 60 ár. Talan er um Torbjørn Olsen úr Havn. Í hesum sambandi letur upp serstøk afturlítandi framsýning við grafisku framleiðsluni hjá Torbirni frá 1994 fram til í dag. Kinna Poulsen, sum hevur tikið stig til framsýningina, lýsti listamannin í Mentanarkaf ini. Eingin frá altjóða deildini hjá Sea Shepherd kom í Føroya rætt klokkan eitt korter til tíggju í morgun, tá revsimálið móti Stichting Sea Shepherd Global í Amsterdam skuldi byrja. Eftir at hava lurtað eftir ákæranum, Lindu Hesselberg, og verjanum, Jógvani Páll Lassen, í næstan tveir tímar, avgjørdi sorinskrivarin, Henrik Møller, at sjónarmiðini hjá verjanum vóru sterkari. Tað gjørdi, at revsimálið ikki kundi avgreiðast nú, tí eingin sat á ákærubeinkinum. Ákærin boðaði alt fyri eitt frá, at hon kærir úrskurðin til Eystara landsrætt. Tveir heilir rættardagar vóru settir av, 15 vitni vóru boðsend, og tolkur var komin úr Danmark. Stórskíggin var tendraður at vísa upptøkurnar frá grindadrápinum í Sandavági 12.august í fjør. Ákærin var har, verjin var har, dómarin var har. Har vóru enntá tríggir journalistar. Alt var klárt. Men ein var har ikki. Og uttan hann bar ikki til at halda fram. Alex Corneliussen, stjóri í Stichting Sea Shepherd Global, var ikki í Føroya rætti. Hann er ikki í Føroyum. Og heldur ikki á veg til Føroya. Politiið hevur fingið at vita frá Atlantic Airways, at Alex Corneliussen hevur ikki bílagt nakran ferðaseðil hjá teimum. Hann visti annars um rættarfundin. Tað fekk hann at vita uttan fyri Christiansborg tann 13. november í fjør, tá politiið í Keypmannahavn fyri politiið í Føroyum kunngjørdi ákærurnar fyri honum, tá hann kom út eftir eina hoyring hjá Føroyanevndini í fólkatinginum um, ja, grindadráp. Alex Corneliussen hevði ikki boðað frá, at hann kom ikki á rættarfundin. Sea Shepherd hevur oftari enn eina ferð kunngjørt, at felagsskapurin góðtekur, viðurkennir, ikki rættarskipanina í Føroyum. Føroya rættur skuldi annars í dag og mánadagin viðgera tvær ákærur, onnur er um brot á revsilógina, og hin er um brot á grindalógina. Ein bátur hjá Sea Shepherd legði upp í grindaraksturin í Sandavági tann 12. august í fjør. Báturin sigldi fyri grindina og millum hvalirnar, beint áðrenn, teir gjørdu landgongd. Ákært er fyri brot á revsilógina, tí siglingin í Sandavági var, sambært ákæruvaldinum, fyrilitarleys vandagerð, sum setti lív og heilsu hjá grindafólkunum í vanda. Ákæruvaldið hevði boðsent 15 vitnum, sum vóru á sandinum ella í báti. Trý tey fyrstu vóru longu komin í Dómhúsið, tá úrskurðurin fall eingin rættarfundur á hesum sinni. Tað er ikki prógvað, at Stichting Sea Shepherd Global er sloppið sær undan at koma á rættarfundin, er undveget , eftir at ákæruritið er kunngjørt. Ákærin upplýsti, at kravið um bót verður nógv størri enn tær 75.000 kr, sum Stichting Sea Shepherd Global fekk fyri sín lut í grindadrápinum í Bø tann 23. juli í fjør. Fyri jól kom út rúgvismikil bók um tiltikna Klaksvíksstríðið árini frá 1952 til 1955. Líggjas í Bø hevur skrivað. Gravgangur hevur verið eftir hesari bók, sum longu er útseld. Nú um dagarnar frættist, at nýtt upplag verður prentað. Zakarias Wang hevur lisið bókina og ummælti hana á Mentanarkaf ini mikukvøldið. Sjónleikarin, sangarin og tónaskaldið Annika Hoydal varð farna vikuskiftið heiðrað við Mentanarvirðisløn Landsins. Tað var the grand old man í føroyskari leiklist, Eyðun Johannessen, sum helt heiðursrøðuna fyri henni. Guðrið Poulsen, sum arbeiðir við leirlist, og Joel Cole, sum fæst við trælist, hava framsýning og framløgu. Harumframt fer Eyð Matras, ið fekk Listavirðisløn Nólsoyar Pálls, at hugleiða, og Anna H depohl spælir accordion. Hetta er eitt sonevnt pop up tiltak, sum ikki er tengt at ávísum staði. Tað segði Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, tá hon í gjár svaraði einum skrivligum fyrispurningi frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni úr Nýggjum Sjálvstýri. Kári P. Højgaard vísti á, at um skeiðið verður longt úr trimum døgum upp í tríggjar vikur, so verða eingir møguleikar hjá ungum at loysa av umborð á skipum um summarið, sum vanligt hevur verið. Tá eingin verður settur við, so kemur tað fiskivinnuni aftur um brekku. Kári P. Højgaard vísti á, at í 2001 vóru 93 skip og 1211 fiskimenn í fulltíðar starvi. Í 2011 vóru 64 skip og 769 fiskimenn. Tað var stór broyting, at flyta úr skúlanum í Hvalvík til Tórshavnar kommunuskúla, sum varðaði av 1200 næmingum í seks sjey bygningum. Í 1966 fór Eilif at undirvísa í realdeildini og varð skjótt settur í starv á nýstovnaða Venjingarskúlanum. Venjingarskúlin virkaði eftir øðrum grundreglum enn aðrir fólkaskúlar og var venjingarskúli hjá læraraskúlanum. Eilif var formaður í Føroya Lærarafelag frá 1968 til 1980, tá hann fór í landsstýrið fyri sambandsflokkin. Eitt mál frá hesum árum var, hvar studentaskúlin í Eeysturoynni skuldi byggjast. Altjóða deildin hjá Sea Shepherd, Stichting Sea Shepherd Global, fekk 75.000 krónur í bót, og fýra Sea Shepherd fólk fingu ávikavist 25.000, 30.000 og 35.000 krónur í bót fyri at orógva drápið, tilsamans 165.000 krónur Men Sea Shepherd hevur skotið dómarnar inn fyri Landsrættin, sigur advokaturin hjá Sea Shepherd í Føroyum, Jógvan Páll Lassen. Tí boðaði hann eisini frá, tá dómarnir fullu í Føroya rætti 7. august í fjør. Ákærin, Linda Hesselberg, segði, at hon fór at mótappellera. Hetta eru fyrstu dómarnir, sum eru sagdir í Føroya rætti eftir at grindalógin bleiv herd. Tað bar til at viðgera ákæruna móti Stichting Sea Shepherd Global í fjør, tí ein leiðari hjá Sea Shepherd var í grindini í Bø. Hon hevði ferðaloyvi, visum, til Føroya. Hesa ferð er Treysti Holm alt í einum við í Alt í 1um, og hann fer at gleða ommu sína, sum eitur Turið Holm. Ommuni dámar at súkkla, og tá hon er farin, sníkja Treysti og Felisia seg inn at hyggja og at lána okkurt vakurt frá henni. Og so er klárt at fara í eina viðarlund at leita eftir vøkrum tingum. Og hjá dugnaligu Kolbrún, fáa tey køna vegleiðing og hjálp at gera eina vakra dekoratión. Vísindamenninir, Ásbjørn og Petur, mugu hesa ferð brúka bæði oyravernd, verndarbrillur og handskar, tí spreingievni á skránni. Og tað er ikki lukkuligt, sum tað kann bresta. Og spælivertirnir, Sanna og Sølvi, fáa vitjan. Tað er spælivinurin Bjarni Kyrri Ólavsson, sum væl torir at bjóða av. Hesa ferð er tað vatnkríggj. Tað er Felisia Jógvansdóttir Helmsdal, ið er vertinnan. Og tað eru Elin Dagbjartsdóttir Neshamar, Bjørg Mohr Anderssen og Páll Danielsen, ið leggja sendingina til rættis. David Arge Galán er løgreglumaður, og um vikuskiftini hevur hann ofta náttarvaktir, ið bera við sær at hann upplivir býarlívið ørvísi, enn tey, ið bert hava tað stuttligt í býnum. Arbeiði hjá teimum á løgreglustøðini er millum annað at koyra ov full fólk til hús, og at skilja fólk sundur, tá tey fara til hendurs. Harðskapur vindur meira og meira uppá seg, og tað heldur løgreglan vera harmiligt. Tó sigur løgreglan at ung fólk sum heild skikka sær væl, tá tey eru í býnum. Sum heild heldur Oddbjørn at ungdómurin skikkar sær sera væl, tá tey ganga í býnum. Sjálvandi eru tað nøkur, ið verða ov full, men tað er ikki meira enn tað vanliga, sigur Oddbjørn Joensen. Soleiðis greiðir Randi Gaard sjúkrasystur frá. Hon arbeiðir til dagligt á skaðastovuni. Mest er at gera um høgtíðir, og tá lønir og studningur verður útgoldið. Tó gongur ikki eitt tað einasta vikuskifti uttan at onkur ungdómur kemur til skaða í fyllskapi. Eisini eru tað nógv ung í mugu sova rúsin av sær úti á Landssjúkrahúsinum, tí tey eru alt ov full. Vita vit ov lítið um ung og rúsdrekka Olga Magnussen, leiðari á Blákrossheiminum, sigur, at vit í Føroyum ikki hava nøkur hagtøl um ung og rúsdrekka, og tískil er ringt at vita hvussu støðan veruliga er. Tað ræður um at finna eina hóskandi javnvág. Vit skulu ikki hava ov nógvar lýs, men vit skulu heldur ikki brúka ov nógv av dálkandi lúsaevnunum, sigur hon. Kris hevur gjørt upp hagtøl fyri fyrra hálvár í 2015. Heili 98 fólk heittu á Kris fyri at fáa hjálp fyri kynsligan ágang sum teimum hevði verið fyri. Hetta vísir ein uppgerð, sum ráðgevingin fyri tey, ið eru kynsliga misnýtt, hevur gjørt. Ein triðingur av áheitanunum komu frá viðkomandi sjálvum. Ein góður triðingur av áheitanunum vóru avvarandi, og ein lítil triðingur frá arbeiðsfeløgum, myndugleikum ella øðrum. Helvtin av áheitanunum komu umvegis telefon ella sms. Søgan um, at danska stjórnin ynskir, at almennu stovnarnir skulu veitra við bæði Merkinum og grønlendska flagginum á flaggdøgunum, hevur fylgt nógv í donsku miðlunum. Tí fleiri undraðust um ársskiftið, tá boð komu úr danska fíggjarmálaráðnum, at allir almennu stovnarnir skulu telja, hvussu nógvar flaggstengur, teir høvdu uttanfyri. Altjóða deildin hjá Sea Shepherd, Stichting Sea Shepherd Global, fekk 75.000 krónur í bót, og fýra Sea Shepherd fólk fingu ávikavist 25.000, 30.000 og 35.000 krónur í bót fyri at órógva drápið, tilsamans 165.000 krónur Hesum boðaði hann eisini frá, tá dómarnir fullu í Føroya rætti 7. august í fjør. Og ákærin, Linda Hesselberg, segði, at hon fór at mótappellera. Hon hevði ferðaloyvi, visum, til Føroya. Og umsóknina um ferðaloyvi hevði Alex Corneliussen, stjóri í Stichting Sea Shepherd Global, undirskrivað. Føroyingar eru samdir við Ráðnum fyri Ferðslutrygd, at besti háttur at fáa fólk at halda hámarksferðina, er at herða hækka bøturnar og herða eftirlitið við ferðsluni. Hoyr spennandi kappingina millum systkini Brynhild og Leiv Thomsen, ið manna lið móti løgtingslimunum Honnu Jensen úr Framsókn og Jónleif Johannesen úr Javnaðarflokkinum Happingin hevði millum annað við sær, at Rannvá hevði eitt sera lágt sjálvsvirði sum skúlabarn og tannáringur. Eftir at hava tosað fortíðina ígjøgnum við happaran, er sjálvsvirði økt munandi. Í dag torir Rannvá at syngja alment, og hon skrivar sínar egnu sangir, sum hon innspælir í studio . Í Brasil er talið á mikrocefali tilburðum vaksið ógvuliga nógv. Síðan oktober í fyrraári eru meira enn 3.500 børn fødd við mikrocefali, samanborið við 147 tilburðir alt árið 2014. Minst 19 fólk eru deyð í kavaódnini, sum herjar á amerikonsku eysturstrondini. Flestu fólkini eru deyð í ferðsluvanlukkum, men í New York eru trý fólk deyð, meðan tey hava ruddað kava. Hetta hevur fingið heilsumyndugleikarnar at ávara ímóti at ovtaka seg í kavanum. Ein tannáringur doyði, tá hann varð ákoyrdur av einum lastbili, meðan hann sat á eini sletu, sum ein bilur hálaði. Kavaróksódnin hevur rakt 85 milliónir fólk á amerikonsku eysturstrondini. 11 statir eru lýstir í undantaksstøðu. Øll almenn ferðsla er steðgað. 200.000 heim hava ligið í streymloysi, og 8.000 flogferðir eru avlýstar. Í fleiri býum er so nógvur kavi niðurkomin, at tað er um at vera met. Heitt verður á fólk um at halda seg innandura. Í New York hevur løgreglan hótt við at handtaka fólk, ið ikki akta forboðið fyri at koyra bil. Føroysk met og tíðir Sára R. Nysted SuSvim 400 m. blandað 5.00.47 Sára R. Nysted SuSvim 200 m. blandað 2.20.41 Sára R. Nysted Susvim 200 m. frí 2.06.76 Signhild Joensen Ægir 100 m. rygg 1.05.60 Róland Toftum Susvim 50 m. bringu 50.35 Heiðursmerkir Sára R. Nysted Susvim Gull 400 m. blandað Sára R. Nysted Susvim Gull 200 m. blandað Sára R. Nysted Susvim Gull 800 m. frí Sára R. Nysted Susvim Gull 200 m. frí Ásbjørg Hjelm Ægir Silvur 50 m. bringu Ásbjørg Hjelm Ægir Silvur 200 m. bringu Eyðbjørn Joensen Susvim Silvur 50 m. firvald Róland Toftum Susvim Silvur 100 m. bringu Alvi Hjelm Ægir Silvur 400 m. frí Alvi Hjelm Ægir Bronsa 400 m. frí Signhild Joensen Ægir Bronsa 100 m. rygg Tað er lættari at tosa um kynsligan ágang nú, enn tað hevur verið, og tað er helst orsøkin til, at tey sum venda sær til Kris, økjast skjótt í tali. Tað sigur forkvinnan í Kris, Beinta Petersen. Fyrra hálvár í fjør settu 98 fólk seg í samband við Kris, og tað var meir enn alt árið fyri. Og fýra av fimm fólkum settu seg fyri fyrstu ferð í samband við felagskapin. Gongdin er skelkandi, sigur Beinta Petersen, forkvinna í Kris Hvat heldur hýruvognsførarin, sum koyrir teg heim hvørt leygarkvøld um teg Hvussu við sjúkrasystrini, sum tók sær av tær, seinast tú drakk teg kanón Hoyr ungir fýrar, løgreglumann, hýrvognsførara, umboð fyri bláakross, ein sjúkrarøktarfrøðing greiða frá ymsum vinkul, tá tað við víkjur rúsdrekka. Hækkandi prísurin fyri brisling hevði við sær, at danska fiskivinnan hevði ein umsetning sum var 3,4 milliardir krónur, eina hálva milliard meir enn í 2014. Tá talan er um ídnaðarfisk, fiskaðu skipini ein triðing meir, og tá prísurin samstundis hækkaði, var úrslitið munandi betri enn í 2014. Í fjør fiskaðu donsku skipini sløk 320.000 tons av brislingi, og tey vórðu seld fyri 570 milliónir krónur Tað vóru 270 milliónir meir enn í 2014. Ídnaðarfiskiskapurin hevur sera stóran týdning fyri danska samfelagið, og ikki minst fyri útjaðaran. Tí er neyðugt, at donsku polittikararnir støðugt virka fyri at fáa størri kvotur til vega, sigur formaðurin í danska Fiskimannafelagnum, Svend Erik Andersen. Fjepparar av kendu sjónvarpsrøðini X files kunnu fegnast, tí nú verða nýggir partar av røðini aftur at síggja á sjónvarpsrásini FOX í USA 13 ár síðan tað seinast var á skíggjanum. Talan er um 10. umfar av røðini. Røðin var í fyrsta umfari sent frá 1993 til 2002. Í stuttum snýr X files seg um FBI agentarnar Mulder og Scully, ið granska undarlig, óuppklárað, yvirnatúrlig mál x files. Meðan Mulder trýr upp á, at tað finst meira millum himmal og jørð, so er Scully lækni og granskar, ið heldur seg til fakta, ið kunnu prógvast vísindaliga. Ein av mongu X files fjepparunum her á landi, ið gleðir seg til at X files aftur verður at síggja, er filmsleikstjórin Heiðrik á Heygum. Í 50 m. bringu vann Róland Toftum gull, og hann setti somuleiðis nýtt føroyskt met við tíðini 30 03. Gamla metið á 30 45 átti hann sjálvur. Sára R. Nysted vann silvur í 200 m. rygg við tíðini 2 18 11, sum er føroyskt met. Gamla metið á 2 19 29 átti Sára sjálv, tað varð sett í Singapore í fjør. Sára setti aftur nýtt føroyskt met, tá hon hon vann silvur í 100 m. frí. Tíðin hjá henni var 58 67. Hon tók sítt egna met, sum frammanundan var 58 91. Í 200 m. bringu hjá monnum gekk eisini sera væl. Har vunnu Føroyar gull og silvur. Róland Toftum vann gull við tíðini 2 23 72 og Rókur Trygvason bleiv nummar tvey við tíðini 2 31 42. Tann fyrsta kunngerðin sigur, at fyri 1. januar næsta ár eiga øll skotvápn í Føroyum at vera skrásett. Sambært uppskotinum eiga øll, sum hava skotvápn, at fáa tey skrásett. Tað áliggur teimum, sum selja byrsur, at fáa tær skrásettar í navninum hjá keyparanum. Løgmaður hevur sent uppskotið um kunngerðina til hoyringar. Hoyringarfreistin er til 19. februar. Sambært vápnalógini, sum Løgtingið í fjør samtykti at herða, kunnu fólk, sum hava ólóglig skotvápn, lata fútanum tey í seinasta lagi 30. juni í ár uttan at verða revsað fyri at hava ólóglig vápn. Í frágreiðingini fyri januar, sigur felagskapurin, at javnvág fer at koma fer at koma í aftur útboðið og eftirspurningingin eftir olju. OPEC fer framvegis at selja nógva olju, og endamálið er at fáa USA at gevast við at leggja so stóran dent á sonevndu skiferoljuna, sum nú ger, at USA fyri fyrstu ferð í 40 ár, hevur givið loyvi til at útflyta olju. Saudiarabia er sera misnøgt við, at USA hevur so nógva skiferolju, tí tað ger, at landið ikki keypir so nógva olju úr Saudiarabia, sum landið hevur gjørt. Tí ynskir Saudiarabia at halda prísin lágan, tí sum frálíður, fer tað ikki at loysa seg hjá USA at halda fram við at útvinna skiferoljuna, og so fer prísurin at hækka aftur. Londini í OPEC eru eisini samd um, at lági prísurin fer at hava við sær, at oljulond sum eru uttanfyri felagskapin, fara at minka um sína oljusølu. Í fjórða modulinum eru millum annað skjótivenjingar og skjótiroynd. Tey, sum klára vápnatrygdarskeiðið, kunnu søkja um vápnaprógv fyri at sleppa at skjóta. Síðsta finalan varð spæld sunnukvøldið, og tá hon var liðug kundi føroyska legan fara heim aftur við eini rúgvu av heiðursmerkjum. Tilsamans vunnu føroysku leikararnir tíggju gull og tíggju silvurheiðursmerkir. Hetta eru fimm fleiri heiðursmerkir enn Føroyar vunnu á somu leikum í fjør. Tað er gott at síggja, at okkara leikarar klára seg so væl, tí teir møttu sterkari íslendskari mótstøðu, sigur Erik Engelbrecht Thomsen. Franska løgreglan hevur hetta seinasta árið steðgað fleiri ætlanum um at fremja álop, ið minna um álopið í París í november i fjør. Bara í 2015 vóru 11 ætlanir um álop steðgaðar sambært franska innanrikisráðharranum, Bernard Cazeneuve, skrivar Ritzau tíðindastovan. Eftir álopið í november var Frakland sett í undantaksstøðu, og tað er landið framvegis. Franska stórnin vil sleppa at leingja undantaksstøðuna í tríggjar mánaðir. Tað ræður um at hugsa seg væl um, tá tú skalt velja tær eitt myndevni. Teir mæla frá, at fólk fáa sær eitt nú búmerki hjá fótbóltsfelag, men tað kemur meir enn so fyri, at tað verður valt. Tað eru fólk í øllum aldri og samfelagsløgum, siga Terji Skibenæs og Fjølnir Geir Bragason, sum eisini hava rúm fyri gestatatovørum á verksmiðjuni. Kommununar hava nú umsitið økið í eitt ár, og tær flestu kommunurnar hava lagað síni viðurskifti eftir tørvinum hjá borgarunum. Fyrsta árið er nýtt til at fáa gongd á, og onkrar kommunur eru nú farnar víðari, sigur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum. Eyðgunn Samuelsen var í seinastu viku á fyrsta eftirmetingarfundinum, sum TIGN skipaði fyri. Hann er leiðari í Eik Markets og er maðurin, sum greinar støðuna, tá tað snýr seg um heimsbúskapin ella fíggjarstøðuna hjá ymiskum fyritøkum. Men Sverri Justinussen hevur eisini eina ríka fortíð sum hondbóltsleikari, fyrst við NSÍ, sum síðani bleiv til Tjaldri og so royndi hann seg eisini eitt ár í StÍF, har hann vann steypakappingina. Í morgunsendingini greiddi hann frá hesum og øðrum við, áðrenn prátið fór at snúgva seg um frálíka avrikið hjá Danmark í móti Spania í gjár, og um møguleikarnar hjá Danmark, tað ið eftir er av kappingini. Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður. Longda freistin hevur við sær, at fólk kunnu melda kynslig misbrot, ið tey hava verið fyri, til tey fylla 33 ár. Fólk, sum arbeiða fyri betri korum hjá teimum, ið hava verið fyri kynsligari misnýtslu, vilja hava fyrningarfreistina heilt burtur. Umframt at leingja fyrningarfreistina, so fevnir uppskotið hjá løgmanni millum annað eisini um at víðka reglurnar um neyðtøku til eisini at galda fyri samlegu við ólógligum tvingsli og at útnytta eina hjálparleysa støðu hjá órættaða. Hvønn dag í vikuni er livandi tónleikur í morgunsendingini. Hesa ferð spælir Jógvan Joensen tveir sangir í jazzutum hami. Saman við Jógvani eru Torleik Mortensen, kontrabass Kristian Pauli Ellefsen, klaver og Per Ingvald Højgaard Petersen, trummur. Jógvan Joensen spælir á sangarakonsertini í Norðurlandahúsinum leygardagin klokkan 14 saman við øðrum føroyskum sangarum, sum vit vanliga ikki seta í samband við jazz. Konsertin er ókeypis. Bretski ævintýrarin, Henry Worsley, doyði í morgun á einum sjúkrahúsi í Kilenska býnum, Puntas Arenas, í royndini hjá sær at seta met. Henry Worsley var bert 48 kilometrar frá at røkki máli sínum at gerast hin fyrsti nakrantíð at ganga einsamallur tvørturum Antarktis, tá ein tyrla mátti koma eftir honum fríggjadagin. Greinin heldur fram niðanfyri. Lívið hjá Henry Worsley stóð kortini ikki til at bjarga, og hann doyði í morgun, 55 ára gamal. Hann hevði hevði ætlanir um fullføra ferðina, ið Sir Ernest Shackleton heldur ikki megnaði at fullføra fyri júst 100 árum síðan. Fríggjadagin hevði hann gingið 1722 kilometrar í 71 dagar. Tá var Henry Worsley so niðurundirkomin av sjúku, møði og vætumissi, at tyrla mátti fara eftir honum og flyta hann á sjúkrahús. Føroyska lodnukvotan í íslendskum sjógvi er nógv minkað. Íslendska vinnumálaráðið hevur býtt lodnukvotuna. Heildarkvotan í ár er 173.000 tons. Avmarkingarnar, sum eru settar føroysku skipunum fyri at virka lodnu til matna umborð, og at landa til matna til føroysk virki, standa við. Hans Petur í Brekkunum, tónleikari og leiðari í Føroyahúsinum í Keypmannahavn, kallar seg føroying, men kennir seg eisini í ein ávísan mun sum dana. Hann lærdi at tosa danskt sum sítt fyrsta mál, gekk í fólkaskúla í Føroyum, men kom síðan í fleiri umførum aftur til Danmarkar. Sissal Kampmann er fødd og uppvaksin í Føroyum, men hevur búð tey seinastu nógvu árini í Danmark. Í heyst valdi Sissal at flyta aftur til Føroyar. Hon hevur tey seinastu nógvu árini fingist við at skriva og yrkja, millum annað um spurningin hvat er heim Meinhard Christiansen hevur búð Inni á Gøtu í skjótt 25 ár, og øll árini hevur hann verið bakari á Skála og koyrt ímillum. Tað hevur riggað væl, sigur hann. Konan er úr Hoyvík og sjálvur fekk hann útsýni inn á Skálafjørðin og tað er ein góð loysn, sigur bakarin, sum gleðir seg til Eysturoyartunnilin. Tá verður tað minni enn eitt korter at koyra inn á Skála. Marita og Leivur Guttesen seldu stóru sethúsini, ið tey átti niðri í Havnini, og bygdu sær eini randarhús í Niðarugøtu. Tað angra tey avgjørt ikki. Útsýnið hjá teimum er júst tað sama, sum málningurin á stovuvegginum vísir. Málningin keypti Marita fyri sína fyrstu løn á Landssjúkrahúsinum fyri mongum árum síðani. Gunnar Hoydal var býararkitektur í Havn, tá útstykkingin varð gjørd Inni á Gøtu. Hann sigur, at verkætlanirnar við randarhúsunum millum Gilja og Inni á Gøtu vóru millum tað mest spennandi og hugaligasta sum hendi, tey árini hann var býararkitektur. Fyri hesar verkætlanir heiðraði danska arkitektafelagið Gunnar Hoydal og hansara fólk, tí hetta var nakað serstakt norðurlendskt. Turid og Sofus Joensen í Ovarugøtu vóru tey fyrstu, sum fluttu inn í sethús Inni á Gøtu fyri 25 árum síðani. Tá kendist tað sum, at tað var úti í oyðimørkini, men skjótt varð bygt alla staðni uttan um, sigur Turid. Sofus sigur, at sólargangurin Inni á Gøtu er óvanliga góður. Nógv fólk, sum av sjúku ella øðrum orsøkum missa hárið, koma til Salong Fríðgerð í Niðarugøtu. Fríðgerð Joensen hevur spesialiserað seg í at hjálpa fólki, ið missa hárið. Nógv fáa parykk og onnur fáa hár límað á ein part av høvdinum. Hildibjørt Mortensen, sum skjótt verður 90 ár, verður í býlinginum rópt omman Inni á Gøtu. Hon spælir ofta á munnharpu og henni dámar sera væl at vitja fólk og gleða fólk. Hildibjørt vildi ikki búð nakra aðra staðni enn Inni á Gøtu, og hvønn dag biður hon fyri øllum Inni á Gøtu. Sam Vang í Ovarugøtu hevur í fleiri ár runnið til og frá arbeiði. Serliga tá hann arbeiddi á SEV verkinum á Sundi. Hetta seinasta árið hevur hann siglt við Smyrli, og tí rennur hann nú mest tá skipið liggur í Suðuroy. Konan Sólvá Vang sigur, at tá hon var yngri, koyrdu tey fast biltúr Inn á Gøtu og steðgaðu innast í Ovarugøtu, fyri at njóta tað góða útsýnið. Nú búgva tey beint har. Tað er eitt navn, tú skalt venja teg við, tí tað er navnið á Marknagilsdeplinum, er júst kunngjørt á almennari samkomu hjá skúlanum. Glasir merkir glæma, glitur, neisti, geisli, glansur ella líknandi. Tað er træið í Glasislund, sum er statt beint uttan fyri Valhøll, har gudar, kongar, hetjur og onnur, sum deyð eru í bardaga, búgva. Í Glasislund rennur áin Thun. Træið sjálvt er tiltikið og tað vakrasta av øllum og borið saman við Yggdrasil, sambært rektaranum á Marknagilsdeplinum, Boga Bech Jensen. Vinnumálaráðið hevur í hyggju at broyta útbjóðingarlógina frá 1984, so boð kunnu latast talgilt, uttan so, at útbjóðarin frammanundan hevur útihýst hesum. Útbjóðarin kann gera av, at boð skulu latast talgilt. Fortreytin fyri talgildum boði er, at boð skulu haldast afturlatin, til tey verða latin upp frammanundan ásettu tíðina á útbjóðingarstaðnum. Sum lógin nú er orðað, ber bara til at lata inn skrivlig boð í brævbjálva. Endamálið við at broyta lógina er at gera tað einfaldari og effektivari at bjóða upp á byggiarbeiði, sigur Vinnumálaráðið. Vinnumálaráðið hevur sent lógarbroytingina til hoyringar. Útbjóðingarlógin er galdandi fyri bæði almenna og privata útbjóðing í sambandi við bygging. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, sigur, at nú verður kannað, um tørvur er á eftirliti við nýggjum kosmetiskum viðgerðum. Alment heiti er nú sett á Marknagilsdepilin í Havn. Heitið er glæsiligt og heldur øðrvísi, men lærarar og rektari fegnast um tað Glasir. Tórshavnar kommuna noktar at geva alment innlit í søluprísin fyri BankNordik bygningin við SMS. Ikki fyrr enn avtalan er endaliga góðkend í Danmark, kunnu fjølmiðlar og onnur fáa innlit í prísin. Kommunan hevur keypt bygningin frá Bank Nordik fyri 40 milliónir krónur. Í eina tíð hevur kommunan samráðst við Bygningsstyrelsen í Danmark, sum ætlar at keypa bygningin og leiga hann út til politistøð. Partarnir gjørdu fyrst í januar eina avtalu um, at Bygningsstyrelsen keypir bygningin, treytað av at játtandi myndugleikin í Danmark góðkennir keypið. Grundgevingin hjá Tórshavnar Kommunu fyri at fólk ikki skulu hava søluprísin at vita nú, er grein 13 stykki 5 í lógini um alment innlit. Har stendur, at rætturin til skjalainnlit kann avmarkast í tann mun tað er neyðugt til verju av munandi umhugsni viðvíkjandi fíggjarligu áhugamálunum hjá tí almenna. Haraftrat vísir kommunan á, at talan er um treytaða avtalu. Tí metir hon, at prísurin kann dyljast fyribils. Bygningsstyrelsen vil heldur ikki upplýsa, hvussu nógv BankNordik bygningurin kostar. Býráðið ætlar at lata skúlarnar aftur, tí bara ein skúli, Skúlin við Streymin, skal vera í Sunda kommunu. Veljarar í skúlaumdøminum fyri Hósvíkar skúla velja í Hósvíkar skúla. Veljarar í skúlaumdøminum fyri Hvalvíkar skúla, sum umfatar Hvalvík, Streymnes og Saksun, velja í Hvalvíkar skúla. Valhølini eru opin til klokkan 20 00, ella so leingi veljarar koma uttan steðg. Síðani 1. mai í fjør kunnu bara tey drepa hval, sum hava verið á skeiði. Fyrsta skeiðið í hesum umfarinum verður í Eysturskúlanum í Havn í annaðkvøld. Hoskvøldið verður skeiðið í Felagsskúlanum á Oyrarbakka. Triðja skeiðið verður í Miðnámsskúlanum í Grønudali í Suðuroynni 24. februar. Størsta málið í Føroyum um barnapornografiskt tilfar kemur nú fyri í Føroya rætti. Málið kemur fyri í Føroya rætti hósdagin 4. februar. Ein eldri føroyskur maður er ákærdur fyri at hava barnaporno á telduni og fyri at breiða út barnapornografiskt tilfar til onnur fólk eisini. Maðurin var eisini skuldsettur fyri at hava deilt 400 myndir og 2.500 filmar víðari til onnur. Tað var ein kanning hjá løgregluni í Danmark, ið leiddi til mannin. Á síni facebook dagføring skrivar Helgi Abrahamsen Nú hevði Dagur og vika funnið okkurt á YouTube sum vísti, at tað ber til at frysta ein fisk og tiðna hann uppaftur, uttan at fiskurin doyði av tí. Og so var spurningurin, um hetta var veruliga so, ella um talan var um snýt við myndum. Tað eru nógv ár síðani, abbi fortaldi mær, at teir plagdu at gera hasa royndina umborð á skipi, og tá vit sum smádreingir royndu tað sama, riggaði tað eisini fínt. Eisini skulu øll, sum eru undir 30 ár og keypa sær skotvápn á fyrsta sinni, á eitt vápnaskeið. Hetta er ikki neyðugt hjá teimum, sum eru oman fyri 30 ár. Tó, tey kunnu taka skeiðið, um tey vilja. Fiskivinnuumsitingin hevur sent matvøru og fiskimálaráðnum eitt uppskot, skrivar hon í tíðindaskrivi. Fýra tiltøk eru í uppskotinum. Forboð skal setast fyri útláti, tá fleiri avlúsingarhættir verður brúktir í senn á ein hátt, sum ikki er góðkendur, vil fiskivinnuumsetingin hava. Samstundis sum fiskivinnuumsitingin tekur stig til at herða krøvini til viðgerð fyri laksalús, fer norska matvørueftirlitið við sínum heilivágsátaki at minka váðan fyri ringari ávirkan á umhvørvið. Serliga eru kitinsyntesu tálmarar og fleiri evni, sum verða brúkt saman og í senn, mett at skaða skeljadjór, so sum hummara, við aliringarnar. Hann er valserfrøðingurin fram um onnur. Hann er miðnámsskúlalærari. Hann er freelance journalistur. Og so er hann er óguvliga áhugaður í EM endaspælinum í hondbólti. Morgunsendingin var á gátt á Klaksvíksvegi 60 í morgun, har Jóannes Hansen undirvísti HF næmingum í samfelagsfrøði. Jóannes greiddi frá áhuganum fyri hondbólti, hann tosaði um HM endaspælið í Svøríki í 1967, um danska landsliðsleikaran Jørgen Pedersen, sum ber orð fyri at vera tann besti danski hondbóltsspælarin nakrantíð, ið eisini vitjaði í Føroyum í 1971, og sjálvandi eisini um EM endaspælið, sum verður spælt nú. Jóannes Hansen hevur eisini sjálvur spælt hondbólt, hann var málverji og vann eitt føroyameistaraheitið í dreingjadeildini í 1970. Fólkaatkvøða er í dag í Hósvík og Hvalvík um framtíðina hjá skúlunum í bygdunum. Býráðið ætlar at lata skúlarnar aftur, tí bara ein skúli, Skúlin við Streymin, skal vera í Sunda kommunu. Men borgarar í Hvalvík og Hósvík hava kravt fólkaatkvøðu um spurningin, og hon er í dag. Býráðið í Sunda kommunu hevur einmælt samtykt at ein skúli skal vera í kommununi, og tað skal vera Skúlin við Streymin. Borgarstjórin, Heðin Zachariasen sigur, at býráðið hevur roynt at kunna borgararnar so væl sum gjørligt Veljarar í skúlaumdøminum fyri Hósvíkar skúla velja í Hósvíkar skúla. Veljarar í skúlaumdøminum fyri Hvalvíkar skúla, sum umfatar Hvalvík, Streymnes og Saksun, velja í Hvalvíkar skúla. Eilif Samuelsen var landsstýrismaður tvey skeið. Fyrra við Paula Ellefsen sum løgmanni og seinna við Edmundi Joensen sum løgmanni. Frá 1980 84 umsat hann skúla , orku og almannamál. 1994 98 hevði hann aftur skúlamálini og orkumálini og nýtt málsøki var kommunumál. Í báðum skeiðum varð dúgliga arbeitt við skúlamálum. Í 1984 gav landsstýrið SEV loyvi til at fara undir vatnorkuút byggingarnar Eiði 1 og 3. Í seinna skeiðnum varð gjørd lóg um at leggja kommunur saman. Upprunaætlanin var, at kommunurnar skuldu tær leggjast saman við lóg, megnaðu tær tað ikki sjálvar. Í staðin fyri at eita Kalaallit Nunaat, sum grønlendska navnið er, so eigur rætta navnið at vera Inuit Nunaat, heldur landstingslimurin, Nikolaj Jeremiassen úr Siumut. Nikolaj Jeremiassen hevur sent landsstýrinum ein fyrispurning um at Grønland broytir navn. Inuit Nunaat er eitt betri navn, heldur Nikolaj Jeremiassen, sambært KNR . Inuit Nunaat merkir land menniskjanna og hetta samsvarar betri við tað, sum forfedrarnir kallaðu tey fólkini, sum búðu í landinum, heldur landstingslimurin. Kalaallit Nunaat merkir í prinsippinum tað sama, men tað er eitt navn, sum er komið seinni. Og tað hevur verið ávirkað av teimum fólkum, sum fluttu til Grønlands. Tí mælir Nikolaj Jeremiassen landsstýrinum til at umhugsa at brúka tað gamla navnið aftur. Hann heitir eisini á landsstýrið um møguliga at hava eina fólkaatkvøðu ella eina meiningarkanning, so fólk kunnu siga sína hugsan. Um eina viku, fyrst í februar, fer Tupperware í Føroyum í søguna. Tað vil siga, at sonevnd heimaparty og søla av Tupperware vørunum í Føroyum steðgar. Orsøkin er broytingar, sum leiðslan í Tupperware Nordic í Danmark hevur samtykt at gera í Føroyum. Tað merkir millum annað, at umsitingin av sølu og vørum í Føroyum verður flutt til Danmarkar. Seljararnir hjá Tupperware í Føroyum vilja ikki góðtaka avgerðina, tí hon fer at gera tænastuna til kundarnar verri. Harumframt ger hon inntøkumøguleikarnar hjá seljarunum so nógv verri. Tað fer als ikki at loysa seg at selja Tupperware her á landi. Tí hava allir seljararnir gjørt av at gevast. Føroysku umboðini hjá Tupperware eru sera misnøgd við, at teir ikki eru hoyrdir í málinum, sum hevur verið á veg í umleið eitt hálvt ár. Seljararnir hava gjørt leiðsluna í Tupperware Nordic varuga við, at hesar broytingarnar, sum nú verða settar í verk, eru royndar áður, og tá var um reppið, at sølan í Føroyum fekk mønustingin. Sølan fótaði sær tó, tí farið varð aftur til gomlu skipanina. Tupperware kom til Føroya í 60 unum og hevur tí verið her í umleið 50 ár. Undirtøkan hevur verið rættiliga góð, og lutfalsliga hevur sølan í Føroyum verið væl hægri, enn hon er í Danmark. Tað er miðalsølan fyri hvørt sonevnt party eitt dømi um. Vit eru øgiliga kedd av støðuni, sum er íkomin, og vit hava roynt at gera tað, vit kunnu, fyri at fáa tey at broyta avgerðina. Men tað vilja tey ikki, og so er ikki meira at gera hjá okkum, sigur Annika Juul. Annika Juul hevur havt ábyrgdina av Tupperware í Føroyum seinastu níggju árini. Hon dugur ikki at siga, um Tupperware verður aftur at fáa í Føroyum. Sum støðan er í løtuni dugi eg ikki at síggja tað henda, tíverri. Vil leiðslan í Danmark fara aftur til gomlu skipanina, letur tað seg sjálvandi gera, men sum støðan er í løtuni eru eingi útlit fyri tí, sigur hon. Tað var í oktober 2014, at danska løgreglan kannaði eitt ávíst fíl deilings netverk. Millum fleiri brúkarar var ein føroysk IP adressa, sum júst tá bjóðaði út 13 barnapornografiskar filmar. Løgreglan í Føroyum kannaði IP adressuna og fekk 10. november 2014, við loyvi frá rættinum, loyvi at krevja Føroya Tele eftir at út tilfarið hjá føroysku IP adressuni. 4. desember í 2014 varð húsarannsókn gjørd heima hjá manninum, og hald varð lagt á fleiri teldur og harðdiskar, tí illgruni var um, at barnapornografiskt tilfar var á hesum. 2. Kategoriin snýr seg um filmsbrot við kynsligum aktiviteti, har ein ella fleiri persónar hava samlegu ella annað kynsligt samband við eitt barn. 3. Grovasta kategoriin eru filmsbrot ella myndir, har barnið verður neyðtikið og verður sýnt fram at verða í lívsvanda, at børn hava kynsligt samband við djór og at kynsligi aktiviteturin fevnir um børn millum 0 og 3 ár. Fyrsta brotið snýr seg um, at hann frá 1. mai 2007 til 4. desember 2014 hevði í varðveitslu 6.485 barnapornografiskar myndir og 14.554 barnapornografisk filmsbrot. Tilfarið er býtt soleiðis Annað brotið snýr seg um at víðarigeva tilfarið í tíðarskeiðnum frá 31. januar 2014 16. okober 2014 tilsamans 386 myndir og 2327 filmsbrot, sum onnur kunnu brúka av. Tilfarið er býtt soleiðis Triðja brotið snýr seg um, at hann í tíðarskeiðnum frá 28. september 2014til 3. desember 2014 hevur víðarigivið og latið út til fría nýtslu á fíl deilings netverkinum, tilsamans 26 myndir og 729 filmsbrot. Fjórða brotið snýr seg um, at hann tíðarskeiðið frá 3. oktober 2014 til 20. oktober 1014 á sínum bústaði at hava víðarigivið 13 filmsbrot. Í Hósvík atkvøddu 143 fyri at varðveita skúlan, og 34 vóru í móti. 220 høvdu valrætt, og 177 vóru á fólkaatkvøðu, ella 80,4 prosent. Í Hvalvík atkvøddu 127 fyri at varðveita skúlan, og 115 atkvøddu ímóti. Í Hvalvík høvdu 366 valrætt, og 242 vóru á fólkaatkvøðu, ella 66,1 prosent. Fiskur fyri góðar 800 milliónir krónur fór gjøgnum føroysku avreiðingarskipanina í fjør, vísa nýggjastu tølini hjá Hagstovu Føroya . Tonsatalið var nakað tað sama sum í 2014, men prísirnir vóru betri í fjør, so skip og bátar fingu ein fimting, 126 milliónir krónur, meira fyri fiskin í fjør. Men enn er langt eftir, áðrenn bæði tons og krónur nærkast tí, tey vóru góðu árini frá 2003 til 2007. Sambært Hagstovuni blivu í miðal 130.000 tons avreidd um árið tey árini. Í fjør fóru 70.000 tons um avreiðingarskipanina. Avreitt varð fyri í miðal 1,2 milliardir krónur um árið fyrstu sjey árini eftir aldaskiftið. Í fjør varð avreitt fyri slakar 400 milliónir minni, góðar 800 milliónir krónur Við í hesum tølum er fiskur, sum skip og bátar fiska í føroyskum sjógvi, fiskur úr íslendskum sjógvi og av Flemish Cap. Tað mesta er ísfiskur, men okkurt er fryst. Uppsjóvarfiskurin er ikki við í tølunum. Toskur og hýsa eru framvegis illa fyri, men tað gongur framá, hóast tølini eru smá. Í fjør vórðu avreidd 3.500 tons av hýsu, 300 tons meira enn í 2014. Fyrstu árini eftir aldaskifti, fram til 2007, komu í miðal 20.000 tons av hýsu upp á land í Føroyum um árið. 12.000 tons av toski vóru í fjør, góð 1.500 fleiri enn í 2014. Men tá er toskurin av Flemish Cap við í tølunum. Upsin er eisini minkaður seinastu árini, 23.000 tons í fjør, 1.000 tons meira enn í 2014. Eitt lítið bit frá einum mýggjabita. Tað er alt, ið skal til fyri at fólk verða smittað av Zika virusinum, ið ger um seg í fleiri londum í løtuni. Tað eru serliga suðuramerikansku londini, ið eru meint rakt av virusinum. Heimsins heilsumyndugleikar rópa varskó, nú virus er funnið í 21 londum. Zika virusið er serliga vandamikið fyri barnakonur. Hildið verður, at Zika virusið er orsøk til at børn eru fødd við álvarsamum heilaskaðum. Bert í Brasil eru einir 4.000 tilburðir skrásettir, men talið er helst munandi størri. Hildið verður, at 1,3 milliónir fólk í landinum eru smittað. Myndugleikarnir hava sent herin at royna at basa Zika virusinum. Ætlanin er, at 200.000 hermenn skulu hjálpa til at basa sjúkuni í Brasil. World Health Organization hevur sett Zika virusið á ein lista við 10 sjúkum, ið eru hættisligar, og eingin heilivágur hjálpir, um fólk eru smittað. Róðrarsamband Føroya hevur kunngjørt hvørjir rógvarar skulu umboða føroysku tjóðina til heimsmeistaraheitið í innandura rógving, sum verður 28. februar á Agganis Arena, ið er ein partur av lærda háskúlanum í Boston. Talan er um níggju rógvarar, tvær kvinnur og sjey menn. Umframt Kem Weihe, eru tað Inga Weihe, Johannes Olsen, Bogi Olsen, Olaf Vestergaard, Jens Kristian Dam, Toni Dam, Dánjal Martin Hofgaard, Sarita Hansen. Ferðsluvanlukkan í Havn seinnapartin í gjár hendi, tá ein bilur fór á rull úr einari innkoyring við eini sethús við Velbastaðvegin, stutt oman fyri Heygsvegin. Kvinnan, sum átti bilin, hevur helst roynt at steðga honum og var innan fyri hurðina vinstrumegin. Hon kleimdist av bilhurðini, tá bilurin tók í garðin við innkoyringina. Kvinnan, sum var 57 ára gomul, fór á Landssjúkrahúsið. Har varð staðfest ein tíma seinni, at hon var deyð. Líksýn verður, upplýsir politiið. Løgmansskrivstovan hevur almannakunngjørt, at Hennara hátign Margretha Drotning kemur á almenna vitjan í Føroyum í døgunum 13. til 16. juni. Aksel V. Johannesen, løgmaður, er vertur fyri vitjanini. Vitjanin hevur eina umfatandi skrá, har Margretha Drotning millum annað fær høvi at uppliva náttúruna, mentanina og matin her á landi, stendur í fráboðanini. Í nýggjársrøðu sínari boðaði drotningin frá, at Heindrikkur prinsur hevur slept sínum almennu pliktum og er farin uppá pensjón, sum hon orðaði seg. Spurt verður um, hvussu leggjast skal upp fyri, at ólju og rentuútreiðslur kanska fara at vaksa í framtíðini, um tað er skilagott at gera íløgur í oljupartabrøv í hesum døgum, og um tað er skilabetri at niðurgjalda lán ella goyma peningin. Hann er tónleikari burturav. Hann syngur og spælir sjálvur, men hevur eisini verið oddamaður í eitt nú Kjølum og All That Rain. Hann hevur eisini luttikið í danska Melodi Grand Prix og hitað upp fyri bæði Bryan Adams og Bon Jovi. Men Jens Marni Hansen hevur eisini spælt hondbólt í bestu føroysku deildini, hann var vongur hjá KÍF, men tá valið stóð millum hondbólt og tónleik, vigaði tónleikurin meira. Hesum og øðrum við greiddi Jens Marni Hansen frá í Góðan morgun Føroyar, áðrenn prátið fór at snúgva seg um EM endaspælið, dystin millum Svøríki og Danmark í gjár og so spennandi hjá dønum, sum er á skrá í kvøld. Í sendingini hesa ferð hoyra vit jazztónleik úr Føroyum, Noregi, Íslandi og Amerika. Vit hoyra Brand Øssurson, Jan Garbarek, Jóel Pálsson og superbólkin Weather Report. Lagt til rættis Arnold Ludvig. Í gjárkvøldið fekk leiðslan í Almannaverkinum eina frágreiðing um inniluftina í sambýlinum, og niðurstøðan var, at búfólk og starvsfólk skuldu út haðani beinanvegin. Á sambýlinum, sum eitur Eirðargarður 16 í Havn, er inniluftin so vánalig, at har rætt og slætt ikki er inniverðandi hvørki fyri búfólk ella starvsfólk. Boðini fekk leiðslan í Almannaverkinum í gjárskvøldi frá serkønum, og snimma í morgun vórðu so øll í niðastu hædd, har trupulleikin er, flutt út í bráðskundi. Talan er um níggju búfólk, sum í morgun vórðu flutt, tí inniluftin er so ring, tey eru flutt í onnur høli á Eirargarði nummar 14, sum Landssjúkrahúsið varar av. Hetta eru fólk, sum hava brúk fyri nógvari røkt og nógvum námsfrøðiligum stuðli. Tí eru til samans 26 fulltíðarstøtrv við náttarvakt á sambýlinum. Tey flestu av teimum níggju búfólkunum, sum vórðu flutt í morgun, sita í koyristóli, og hetta setir krøv til hølini, har tey nú mugu húsast. Innlit frá landsdjóralæknanum vísir, at kunngerðin, sum ásetir markvirðið fyri, hvussu nógvar lýs kunnu vera í føroysku alibrúkunum, var brotin ikki færri enn 63 ferðir í fjør. Tamarhald er ikki á støðuni, heldur Peter Østergaard, fiskadjórulækni. Hann eftirlýsir eina null hugsjón fyri alivinnuna. Bárður Reinert Poulsen, sum er búsitandi í Norra, er partur av bólkinum. Teir spæla tvey egin løg, og eisini er stutt prát við tveir limir í Shark Attack Lekar og blámusoppur eru orð, sum standa oftari enn tvær ferðir í støðulýsingini, sum varð skrivað eftir at bygningurin hjá BankNordik varð kannaður í fjør summar, tí Tórshavnar kommunu skal selja hann. Hóast Bygningsstyrelsen í fjør summar fekk at vita, at bygningurin, sum keypast skuldi frá Tórshavnar kommunu til politistøð, var fongdur við nógvum brekum, hevur statsstovnurin skrivað undir treytaða keypsavtalu. Gjóstur, lekar, fuktur og blámusoppur eru afturvendandi orð í frágreiðingini um standin í gamla bygninginum hjá BankNordik í Húsagøtu í Havn. Heldur ikki var brunatrygdin nóg góð í bygninginum. Tórshavnar kommuna, sum er í ferð við at selja danska statinum bygningin, bað HMP Consult kanna bygningin. Tað varð gjørt. Frágreiðingin er dagfest í juli í fjør. Og har eru nógvar viðmerkingar um millum annað blámusopp í ymsum stigum og lekar. Býráðið keypti bygningin frá BankNordik í mai 2013 fyri 40 milliónir krónur. Hvørki Tórshavnar kommuna ella Bygningsstyrelsen vilja upplýsa prísin á 30 ára gamla bankabygningunum í Húsagøtu og grannastykkinum, so leingi keypsavtalan er treytað av góðkenning frá Fíggjarnevndini í Fólkatinginum. Heldur ikki ber til at fáa at vita, um kommunan er noydd at selja bygningin fyri minni enn 40 milliónir krónur soleiðis sum standurin er. Í BankNordik vita tey einki um nakra slíka frágreiðing, sigur Árni Ellefsen, forstjóri. Vanliga fær seljari eina støðulýsing, eina tilstandsrapport, gjørda, tá hús ella bygningar skulu seljast. Zika virusið, ið elvir til heilaskaða hjá nýføðingum, breiðir seg skjótt norðureftir við mýggjabitum og kann breiða seg í Suðurevropa. Tað sigur Anders Fomsgaard, yvirlækni og professari í virussjúkum á serumstovninum í Danmark, í samrøðu við útvarpið. Jan Danielsen varð koyrdur frá sum stjóri í Heilsutrygd fyrst í november í fjør, tí ósemja var millum hann og Heilsu og Innlendismálaráðið. Ósemjan snúði seg um, hvussu stovnurin skal umsitast, og hvussu lógin um stovnin skal tulkast. Jan Danielsen var stjóri í Heilsutrygd, síðani stovnurin varð skipaður í 2010. Egil á Bø, fíggjarleiðari á Heilsutrygd, varð settur sum fyribilsstjóri, tá Jan Danielsen fór. Freistin at søkja stjórastarvið í Heilsutrygd er 17. februar. Umhvørvisstovan krevur, at nýggja grótbrotið og tað gamla frá fýrsunum koma í byggisamtyktina hjá Tórshavnar kommunu og verða sett á kortið. Ætlanin er at brúka grótbrotini til tyrvingarpláss og møguliga til rottangatøming og annað tílíkt, tá liðugt er at taka grót úr teimum. Á dagsskránni fyri býráðsfundin í Havn í kvøld klokkan seks er uppskot um at broyta byggisamtyktina og at seta grótbrotini á kortið. Málið um at broyta almennu byggisamtyktina í sambandi við viðkan av Skansabryggjuni og Eystara havnaøki er eisini eitt av nógvu málunum, sum eru til viðgerðar á fundinum í kvøld. Í næstum verða tey fyrstu, herdu tiltøkini til alivinnuna sett í verk, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður. Millum annað er neyðugt at lækka markvirðið fyri, hvussu nógvar lýs kunnu vera á laksinum, sigur hann. Stuttsøgan stendur í stuttsøgusavninum í Genturnar í Leixoes. Forlagið Grønhólmur gav út í 1988 Hendan upptøkan varð fyrstu ferð send 26.09.1982 Klokkan 17 í dag verður býráðsfundur í Runavíkar kommunu har millum annað uppskot um at varðveita Eldrasambýlið á Skála kemur til viðgerðar. Tað eru Karl Rasmussen og Bárður Kass Nielsen, sum umboða Skála í Runavíkar býráð, sum hava lagt uppskotið fram, skrivar Norðlýsið. Í 2015 tók stýrið í Skálafjarðarstamstarvinum avgerð um at umskipa eldraøkið við Skálafjørðin soleiðis, at Sambýlið á Skála og Vistarheimið í Runavík verða niðurløgd sum virkandi eindir. Tað er óskiljandi at Runavíkar kommuna umvegis sína umboðan í stýrinum í Skálafjarðarsamstarvinum hevur latið seg trýsta til at leggja tvær virkandi funktiónir niður í egnari kommunu, siga Karl Rasmussen og Bárður Kass Nielsen. Teir báðir vísa á, at Sambýlið á Skála og Vistarheimið í Runavík verða stongd, meðan virksemið á Toftum heldur fram og nýtt sambýli verður latið upp á Strondum, skrivar Norðlýsið. 1,4 milliónir krónur. Tað er upphæddin, sum er sett av til arbeiðið hjá nevndini. Pengarnir skulu brúkast til samsýning hjá nevndarlimunum, til ráðstevnur og til ferðing, bæði í Føroyum og uttanlands. Nevndarlimirnir, eisini formaðurin og næstformaðurin, fáa samsýning eftir reglunum hjá Fíggjarmálaráðnum um fundarpengar og koyripengar. Men haraftrat verða pengar eisini latnir fyri arbeiði hjá nevndarlimunum, sum ikki júst verður gjørt á einum fundi, sigur Rógvi Reinert, aðalstjóri í Fiskimálaráðnum. Rógvi Reinert sigur, at nevndin eisini hevur møguleikan, at onkur av nevndarlimunum kann setast í parttíðarsett starv næsta hálva árið, til dømis hálva tíð. Hetta kann nevndin gera, um hon heldur tað gagna arbeiðinum best. Um 1,4 milliónir krónur er nóg mikið, dugir Rógvi Reinert ikki at siga við vissu enn. Hetta verður greitt, tá nevndin ein av fyrstu døgunum hevur tikið avgerð um, hvussu arbeiðið skal skipast, sigur Rógvi Reinert, aðalstjóri í Fiskimálaráðnum. Á midnátt leygarkvøldið verður greitt, hvør skal standa á odda fyri Fiskimannafelagnum næstu trý árini. Hoyr kjak millum Jan Højgaard og Sniálv Røvilsberg, ið báðir bjóða seg fram til formanssessin. Laksalúsin er størsti trupulleikin hjá føroysku alivinnuni í dag. Alsamt truplari er at basa lúsini, sum nú er mótstøðufør móti flestu kemisku evnum. Í Radaranum viðgera vit støðuna við laksalúsini og spyrja landsstýrismannin í alimálum, hvat hann ætlar at gera. Luttakarar í sendingini eru Jan Højgaard, Sniálvur Røvilsberg, Peter Østergaard, Poul Michelsen. Vit hoyra eisini Atla Gregersen, Regin Jacobsen, Hans Jákup Mikkelsen og Birnu Mørkøre. Hey er ein sending um djór, fyri børn og barnasinnað, her Jensina er vertur og Ljóðfílurin tekur upp sum vant. Tey eru úti og uppliva mangt og hvat. Vit eru í einum grønum húsum, har nakrar heilt serligar kettur búgva, sum duga nakað sum fáar kettur duga. Tey vitja Eddi, og har er tónleikur á skránni. Jensina ger eisini eina kettu burturúr papptallerkum, sum kann brúkast á føstulávint. Ein tónlistalig søga við rót í norðurlendsku søgnini um Kópakonuna, um havið, kærleikan og stríðið ímillum nátturu og sivilisasjón. Soleiðis stendur at lesa um langt síðan útseldu framførsluna í Norðurlandahúsinum í annaðkvøld, tá Eivør sum solistur saman við Bigband orkestri og kóri hjá Danmarks Radio fer at framføra endursøgn av søgnini um Kópakonuna. Eivør hevur skrivað tónleikin og Marjun Syderbø Kjelnæs skrivað tekstin og søgugongdina. Eivør og Marjun hava í seinastuni arbeitt saman við Kópakonuni sum tema. Burturúr tí eru eisini komnir sangir á fløgunum, sum Eivør gav út í fjør. Harumframt kemur í dag út nýtt yrkingasavn hjá Marjuni eisini við Kópakonuni sum tema. Heitið á savninum er hóskandi Opna . Og fløga við tónleiki úr verkinum Kópakona verður eisini løgd fram í dag. Í gjár var útgávutiltak í Reinsarínum. Marjun Syderbø Kjelnæs greiðir frá, hvussu alt hetta byrjaði við henni og Eivør og Kópakonuni. Verkið er abstrakt, men eisini kensluborið, og fer fram í eini sermerktari ljóðrúmd við ljóðum úr náttúruni og brotum úr Kingo sálmum. Ljóðlistamaðurin Morten B chert hevur skapt ljóðrúmdina. Verkið er ikki nýtt DR Big band og DR Vokal Ensemblet bílegði tað frá Eivør, og frumframførslan var í Danmark í 2014. Ein ummælari tók tá soleiðis til So skjótt teir fyrstu tónarnir vóru spældir, hoyrdi áhoyrarin ótamda gangin av havinum við grýtutu norðurlendsku strendurnar, og við máttmikla sanginum og sterku útstrálingini hjá Eivør, var man ikki eitt sekund í iva um, at hon júst var risin upp úr havinum eins og Kópakonan . Men er henda verkætlanin øðrvísi enn aðrar, sum Eivør hevur arbeitt við Teitur er fjølbroytt tónaskald og tónlistamaður við sterkum integriteti. Hann kom fram sum eitt skot, tá ið hann í 2002 fekk sáttmála við heimsins størsta plátufelag, Universal Records, frumútgávan, Poetry and Aeroplanes, varð varpað út á heimsmarknaðin, hann stóð á palli saman við Suzanne Vega og øðrum, Seal og Corinne Bailey Rae eru millum tey, sum hava endurframført hansara sangir, hann varð kosin ársins sangari í Danmark, men eftir nøkur skundmikil ár sum ferðandi singer song writer troubadourur tók Teitur seg úr kommerisiellu tónleikavinnuni. Hann vildi í størri mun hugsavna seg um at víðka og breiðka tónlistaliga útsýnið. Tað frættist ikki longur so nógv um Teit sum tey fyrstu árini í nýggju øldini. 2014 og 2015 vóru útgávuleys ár hjá honum, men kortini hevur hann nógvar bóltar í luftini og spennandi verkætlanir eru í umbúna. Seinasta eginútgávan, Story music kom í 2013. Nú skriva vit 2016, og spyrja hann tí fyrst, hvat hann hevur tikist við hesi árini síðani Ein onnur treyt er, at ein hædd kann byggjast oman á bygningin og at dekk, 450 fermetrar, kann leggjast millum bygningin og bilhúsið norðan fyri hann. Fyri at byggja eina hædd afturat krevst undantaksloyvi frá byggisamtyktini. Bygningsstyrelsen og Tórshavnar kommuna hava undirskrivað eina fyribils keypsavtalu. Vit hoyra brot úr Finni hinum Fríða. Fólk í Skálafirði kvøða í 1959. Elmar Pedersen skipar. Børn í Nólsoy kvøða Fiskurin býtur. Velbastaðmenn kvøða brot úr Kjartani Ólavssyni í 1959. Tróndur við Á skipar. Børn úr øllum Føroyum kvøða vísuna um Øskudólg og Sópingarkonuna. Brot úr Regini Smiði kvøða sumbingar í 1959. Johan Thomsen skipar. At enda hoyra vit Her nógv er at gera. Nólsoyingar kvóðu í 1959. Annað árið á rað skipaðu Sláið Ring og Kringvarp Føroya fyri upptøkum til sjónvarpið. Tilsamans vórðu 14 kvæði, vísur og tættir tiknir upp. Ætlanin er at gera tríggjar sendingar, sum verða sendar seinri í ár. Seks feløg kvóðu og dansaðu. Tøkum Lætt og Dansifelag Kaggans fóru upp á gólv klokkan hálvgum eitt. Og kokkan var júst farin av seks, tá Eysturoyar Dansifelag endaði við Brókatátti. Hini feløgini, sum høvdu tikið av, vóru Ung í Dansi, Dansifelagið á Látrinum og Leikum Fagurt. Eftir døgurða og hugnaløtu, sum Sláið Ring Andreas Sigurstein, formaður í Tøkum Lætt, skipaðu fyri, fóru feløgini upp á gólv í Reinsarínum. Fitt av fólki leitaðu sær oman í Tórsgøtu til almenna dansin. Tiltakið eydnaðist stak væl. Nógv takkaðu fyri dagin, og søgdu seg vóna, at vit halda fram at savna dansifeløg ein dag um árið at kvøða og taka upp, siga Rasmus Joensen og Jóhann Mortensen. Formaðurin í Sláið Ring og leiðslusamskipari í kringvarpinum skipaðu fyri degnum. Áðrenn dansifólkið fór oman í Reinsaríið at kvøða og dansa, savnaðust tey í Posthúskjallaranum til kaffi og súpan. Rasmus og Jóhann vóna, at tað næsta ár eydnast at fáa suðroyingar, norðstreymoyingar, og kanska eisini nólsoyingar og velbastaðmenn við. Nólsoy og Velbastaður vóru áður saman við Sumba millum fremstu bygdir, tá tað snúði seg um føroyska dansin. Á føstuinngangi fer sjónvarpið, sum siður er, at senda føroyskan dans. Talan er um vísur til brúðardans. Dansifelagið í Havn lat upptøkurnar gera í fjør. Kringvarpsmaðurin, Tórður Mikkelsen, tók myndir allan dagin og tær ber til at síggja her. Grindaskeiðini, har fólk kunnu læra at drepa grind og at brúka mønustingaran, hava fingið góða undirtøku millum manna. Tá fyrstu skeiðini vórðu hildin fyri einum ári síðani, møttu fitt av fólki, tá skeiðini vórðu hildin runt um landið. 2.200 fólk tóku skeiðið í 2015. Tað fyrsta skeiðið í ár varð hildið mikukvøldið, og áhugin fyri grindaskeiðnum er framvegis stórur, sigur Jústinus Olsen, djóralækni, ið skipar fyri skeiðnum. Tað vit síggja í sjónvarpinum er bara ein lítil partur av tí, sum børnini uppliva, tá tey koma í Kringvarpið. Her eru nakrar myndir frá upptøkunum av fittu og røsku børnunum, sum tóku lut. Tað leggur trýst á okkum læknar, at foreldur venda sær til okkara fyri at fáa pínudoyvandi blokadur til børnini, sigur kommunulækni. Gunnhild Helmsdal, kommunulækni, er eitt av fakfólkunum, vit hitta í sendingini, nú hildið verður fram við evninum, vit eisini tosaðu um í síðstu sending børn og ung, ið venja á høgum støði. Í síðstu sending hitti eg nøkur børn og mammur. Øll børnini vóru samd í, at hetta ikki var ov nógv, hóast tey ikki høvdu tíð til nógv annað enn venjing og kappingar. Men hvat siga fakfólkini Tey, ið hitta hesi børnini, tá tað er farið ov langt, tá tey hava ilt, ella ikki orka at fylgja við í skúlanum Hetta er nakað av tí, sum vit fara at spyrja kommunulækna, fysioterapeut, sálarfrøðing og tveir lærarar um. Hoyr alla sendingina her. Vit hoyra dalbingar kvøða fyrsta Gæliantstátt. Jógvan Adolf Johannesen skipar. Eisini hoyra vit Sigmund í Hoyvík skipa Tístramstátt í Danisfelagnum í Havn. Sjálvt um vit bara síggja Elina á skíggjanum, so eru nógv fólk partur av Orrustutoyminum. Nógvir serfrøðingar hjálpa okkum við innlitsspurningum, onnur rættlesa og upp aftur onnur leggja til rættis, áðrenn nakar kemur í upptøkuhølið. Her eru nakrar myndir av teimum fólkum, sum vanliga ikki síggjast á skíggjanum, men sum eru alneyðug, tá Orrusta verður tikin upp Tað sigur ES ráðharrin í skattamálum, Pierre Moscovici, eftir at samveldið hevur havt fleiri mál um skattasvik ímóti stórum fyritøkum sum Google, Apple, McDonalds, Fiat og Starbucks. Hann vil eisini hava londini í samveldinum at samstarva um upplýsingar um stóru fyritøkurnar, so sleppast kann undan, at summi lond gerast betri fyri enn onnur. Pierre Moscovici, ES ráðharri í skattamálum, vil eisini hava samstarv við onnur lond, so tey ikki geva stóru fyritøkunum ein fyrimun av lágum skatti. ES ráðharrin í kappingarmálum, Margrethe Vestager, hevur reist fleiri mál um ójavna kapping, sum stóru feløgini gera sær dælt av í summum av ES londunum. Hóast ung hevur Silja Strøm longu gjørt vart við seg sum listakvinna. Hon hevur gingið á listaskúla í Glasgow, men býr í løtuni í London, har hon veruliga fær ment seg við listini. Vit hava vitjað ungu listakvinnuna í London. Vit síggja eisini, hvussu tey á Tjóðpallinum arbeiða við einum forkunnugum leiki í løtuni einum leiki um føroyingar, sum hava verið í kríggi. Mentamálaráðið hevur sent uppskot um stuðul til tíðindamiðlar til hoyringar. Løgtingið hevur samtykt, at pengarnir, sum Kringvarpið fær fyri sjónvarpslýsingar, fara í filmsgrunn. Pengarnir, sum koma fyri lýsingar í Útvarpinum, fara til at stuðla tíðindabløðunum at bera haldarum og sølustøðum bløðini og tíðindafólkum at styrkja seg fakliga og málsliga. Ein Miðlastuðulsnevnd skal setast at avgera, hvør fær stuðul. Fimm fólk vera í nevndini. Felagið Føroysk miðlafólk tilnevnir tvey fólk í nevndina. Føroya blaðútgevarafelag tilnevnir eitt, felagið Netmiðlan eitt og Fróðskaparsetrið tilnevnir eitt fólk, sum verður forkvinna ella formaður í nevndini. Miðlastuðulsnevndin kann skipa fyri førleikamennandi tiltøkum fyri tíðindafólk. Ætlanin er, at stuðulslógin skal virka frá 1.januar í ár. Fleiri hjálparpakkar eru á veg, skrivar Financial Times. Í løtuni eru umboð fyri stovnarnar á vitjan í Aserbadjan, fyri at umrøða ein hjálparpakka uppá fýra milliardir dollarar. Hjálparpakkin til Aserbadjan er tann fyrsti av nógvum hjálparpakkum, sum IMF og Heimsbankin mugu koma við, fyri at hjálpa londum, sum eru komin í neyð av lækkandi oljuprísunum. Kreppan í Aserbadjan kemur av lækkandi oljuprísunum, tí 95 prosent av inntøkunum stava frá olju og gassi. Síðani prísurin tók at falla, hevur stjórnin í fyrrverandi russiska lýðveldinum roynt at fáa tamarhald á støðuni. Vánaliga gongdin hevur havt við sær, at gjaldoyrað í landinum er minkað við einum triðingi, og landið sær seg ikki ført fyri at broyta gongdina, og hevur tí biðið um hjálp. Somu boð hevði stjórin í Altjóða Valutagrunninum, Christine Lagarde, tá hon fyrst í árinum hitti Nigeria, ið selur nógva olju, og sum hevur størsta búskapin í Afrika. 2015 var eitt ár við nógvum nýggjum føroyskum upprunabókum bæði skaldsøgum, stuttsøgusøvnum og ikki minst yrkingasøvnum. Kinna Poulsen hevur lisið tvey av yrkingasøvnunum, sum komu í fjør annað eigur Øssur Johannesen og hitt Anna Malan Jógvasdóttir, sum er ungur debutantur. Býráðið í Runavík samtykti í kvøld eitt broytingaruppskot frá Torbjørn Jacobsen, borgarstjóra, um at Skálafjarðarsamstarvið skal viðgera ætlanina um at niðurleggja eldrasambýlið á Skála av nýggjum. Skálafjarðarsamstarvið, sum umsitur eldraøkið á Skálafjørðinum hevur samtykt at lata sambýlið á Skála aftur, men samstundis skal nýggja sambýlið á Strondum, Sjóvarlon, lata upp. Bergljót Debes Hentze gjørdi samrøðu við Bárð Kass Nielsen, býráðslim og lim í Skálafjarðarsamstarvinum, sum var við til at leggja upprunaliga uppskotið fram, meðan býráðið viðgjørdi málið í kvøld. Og nú bar ávøkstur í øllum førum fyribils. Runavíkar kommuna hevur í kvøld einmælt samtykt at heita á stýrið í Skálafjarðasamstarvið um at endurskoða avgerðina at stongja eldrasambýlið á Skála. Í fjør tók stýrið í Skálafjarðarstamstarvinum avgerð um at umskipa eldraøkið við Skálafjørðin soleiðis, at Sambýlið á Skála og Vistarheimið í Runavík verða niðurløgd sum virkandi eindir. Seks stýrislimir atkvøddu fyri og eini ímóti. Bæði eldrasambýlið á Skála og nýggja sambýlið Sjóvarlon á Strondum eiga at vera opin, tí tørvur er á báðum. Men hetta málið snýr seg bara um at spara pening. Tað sigur Hans Jákup Johannesen á Skála, sum saman við nógvum øðrum skálafólkum fór á býráðsfund í Runavík seinnapartin um eldrasambýlið á Skála. Ein bíðilisti sigur einki um veruliga tørvin. Tað hevur býráðið í Havn ásannað. Tí samtykti býráðið í gjárkvøldið at broyta reglurnar, tá fólk søkja um grundstykki ella bústað í Tórshavnar kommunu. 1800 fólk hava staðið á bíðilistunum. Men tá kommunan fór at krevja pengar fyri pláss á bíðilistunum, fór talið niður í 380. Í mai 2014 vóru 24 grundstykki tøk í útstykkingini oman Gil í Hoyvík. Trupult var at finna keyparar millum tey 380 fólkini á bíðilistanum. Og nú kann vera well við bíðilistum, heldur býráðið, sum tók teir av í gjárkvøldið. Tí ber ikki longur til at skriva seg á bíðilista. Verandi bíðilistar verða tiknir av, tá komandi útstykkingarnar í Kollafirði, við Karlamagnusarbreyt í Hoyvík og undir Kongavarða á Argjum eru avgreiddar, og tey, sum eru á bíðilistunum, hava fingið tilboð um grundstykki har. Síðani er ætlanin, at so hvørt farið verður undir at stykkja út, kunnu fólk boða frá, at tey vilja keypa. Og so verður lutakast um stykkini. Bíðilistarnir til vinnustykki verða tó í fyrstu atløgu varðveittir. Býráðið í Havn samtykti í gjárkvøldið eina rammuavtalu millum Tórshavnar kommunu og Bústaðir og játtaði 400.000 krónur til ætlanina. Tað var í fjør vár, at fyrstu ferð frættist um møguleikan at gera 35 til 40 lestraríbúðir í Kommunuskúlanum. Kommunuskúlin hevur staðið tómur síðani summarfrítíðina í 2011. Blámusoppur varð staðfestur í skúlanum í apríl 2011, og blámusoppur var har framvegis í fjør. Tað staðfestu tveir serfrøðingar úr Danmark, sum kannaðu skúlan í fjør summar. Orsøkin, til at bretska oljuvinnan fær almennan stuðul, er, at oljuvinnan, sum í stóran mun verður rikin úr Aberdeen í Skotlandi, er illa fyri av lækkandi oljuprísunum. Stuðulin skal nýtast til at varðveita arbeiðspláss í oljuvinnuni, tí fólk í túsundatali eru søgd úr starvi, so hvørt sum prísurin á olju og gassi er lækkaður. Ráðharrin fyri Skotland, David Modell, váttar, at ein hjálparpakki er á veg til oljuvinnuna, sum ikki bert hevur týdning fyri landnyðringspartin av Skotlandi, men fyri alt Bretland. Pengarnir skulu nýtast til at markaðarføra ta vitan sum bretska oljuvinnan hevur. Bretska stjórnin í London skal rinda helvtina av peninginum, meðan umsitingin í Skotlandi skal rinda hina helvtina. Í Noreg hava fakfeløg mælt til tað sama, men hesum hevur stjórnin higartil víst aftur, og hevur ístaðin játtað fýra milliardir krónur aftrat til arbeiðsloysisstuðul. Norska stjórnin hevur kortini ikki víst aftur, at talan kann gerast um størri játtan fyri at hjálpa teimum sum missa starvið í oljuvinnuni. Skal dokkin á Skála lokast inni, er neyðugt at broyta byggisamtyktina. Runavíkar Býráð skuldi viðgera málið á býráðsfundi hóskvøldið. The Seven Summits eru hægstu fjøllini í teimum sjey heimspørtunum. Uttan at hava planlagt tað soleiðis, hevur Brandur verið á fýra av teimum sjey tindunum . Fjøllini eru Aconcagua í Suðuramerika, Kilimanjaro í Afrika, Denali ella Mount McKinley í Norðuramerika og Elbrus, sum er í Evropa. Komin av Aconcagua, sum er 6961 metrar høgt, fæst Brandur ikki at siga, at hann fer eftir øllum sjey. Í løtuni gleðir hann seg bara til at eta væl og at ganga í føroysku fjøllunum aftur. Í Góðan morgun Føroyar greiddi Brandur frá ferð síni, fyrireikingunum og hvørjar avbjóðingarnar eru, tá farið verður undir fjøll, sum ikki eru fleiri hundrað metrar, men fleiri kilometrar. Nógv er á skránni hesar dagar. Eitt nú verður skrúðgonga klokkan 17 leygardagin frá Norðurlandahúsinum oman til Reinsaríið, har kátir New Orleans jazztónar verða at hoyra. Hon er stjóri í fyritøkuni Inni, men hon hevur sjálv eina ríka fortíð sum hondbóltsspælari og varðar í dag av tveimum gentum, sum eisini hava spælt hondbólt. Kára á Dunga greiddi í morgunsendingini hósdagin frá, hvussu hon hevur fingist við hondbólt, hvat hon hevur vunnið og hví hondbóltur hugtekur hana, áðrenn prátið fór at snúgva seg um vónbroti hjá Danmark og stóra yvirraskilsi Norra. Sunnukvøldið klokkan 18.30 byrja sendingarnar Orrusta aftur í føroyska sjónvarpinum. Tað eru Elin á Rógvi og Jonna F. Mortensen, sum hava gjørt sendingarnar. Jóhan á Plógv Hansen fekk ikki rætt í sínum spádómi, tá hann metti, at Frankaríki, Danmark, Spania og so Pólland ella Kroatia fóru at koma semifinalurnar. Men júst tað er eisini tað stuttliga við hondbólti, at tað ikki ber til at rokna alt út, heldur yrkishondbóltsleikarin, sum hvønn fríggjadag hevur seinastu tríggjar vikurnar hevur umrøtt EM endaspælið. Jón Nónklett, Kem Weihe, Ludvík Við Stein, Jóhan Hermann Slættalíð, Harald Fonsdal Johannesen, Hans Karl Jacobsen, Hilmar Sam Lamhauge, Johnleif Hansen, Bogi Olsen, Óli Hansen, Sonni Oddbjørn Johnsson. Hetta er spennandi og sterk samanseting av rógvarum við ymiskum styrkjum, sigur Ludvík við Stein. Sjálvur hevur hann ikki róð síðani 2010, og hann viðgongur blankt, at tað er ógvuliga strævið at koma á lagið aftur. Um hann visti, hvussu strævið tað í veruleikanum er, so hevði hann kanska ikki játtað. Men nú tykist tað, sum WHO hevur lært av Ebola kreppuni. Nógv bendir á, at WHO setur tiltøk í verk skjótari, sigur Morten Rostrup. Zika virusið hevur verið hildið at vera ein meinaleys infektión, sum gevur fá ella eingi sjúkueyðkenni. Men virusið er kortini óunniligt. Virus hevur spjatt seg til fólk í 27 londum, og tá so nógvir tilburðir eru, sæst, at sjúkan hevur aðrar fylgjur at børn verða fødd við ov smáum høvdum. Frágreiðingar eru eisini um álvarsligar neurologiskar sjúkur orsakað av virusinum. Tað eru mýggjabitar, sum spjaða smittuna frá fólki til fólk, og tað er ilt at verja seg ímóti. Tú kanst ikki týna allar mýggjabitar, men tú kanst taka burtur kelduna har mýggjabitar verða klaktir, eitt nú tjarnir í stórbýum, har nógv fólk búgva og smittan spjaðir seg skjótt, sigur Morten Rostrup. Tað vísir, at sjúkan verður tikin í størsta álvara. Tað er tó ilt at siga, um tað er rætt at ávara kvinnur móti at gerast við barn. Nógv duldir tættir eru í hesum, sigur Morten Rostrup. Men tað er týdningarmikið at vera fyrivarin, tá tú ikki veitst, hvussu gongdin verður, sigur Morten Rostrup frá felagsskapinum, Læknar uttan landamørk. Silja Strøm er 29 ára gomul og hevur seinastu árini búð í Londin, har har stórtrívist hon og fær veruliga ment seg sum listakvinna. Hon heldur at tað er gott fyri sjálvsálitið at fáa konstruktivan kritikk. Hygg at innslagnum her Øll sendingin Grindin sæst HER Tað er ikki altíð lætt at miðla tungt, akademiskt tilfar serliga ikki tá talan er um gransking. Men tveir menn eru í løtuni farnir undir eina verkætlan, har teir gera júst hetta miðla akademiskt tilfar. Hyggið bara her Øll sendingin Grindin sæst HER Rættarmálið móti einum 63 ára gomlum manni, sum er ákærdur fyri at hava barnaporno á telduni og harðdiskum, og fyri at breiða út barnaporno til onnur, er útsett til annan mars. Orsøkin er forfall í Føroya rætti. At tað verður útsett í ein mánað kemst av, at pláss er ikki á rættarlistanum fyri hesum máli fyrr enn í mars, verður sagt á Dómaraskrivstovuni. Maðurin er eisini ákærdur fyri at hava latið fleiri hundrað myndir og nakrar túsund filmar víðari til onnur. Hann hevur ikki framleitt tilfar sjálvur. Ákærin, Linda Hesselberg, sigur, at hon fer at krevja fongulsrevsing, men enn er ikki uppgjørt, hvussu stranga revsing ákæruvaldið fer at krevja. Silja Strøm er 29 ára gomul og hevur seinastu árini búð í Londin, har har stórtrívist hon og fær veruliga ment seg sum listakvinna. Hon heldur at tað er gott fyri sjálvsálitið at fáa konstruktivan kritikk. Hygg at innslagnum her Øll sendingin Grindin sæst HER Í gjár ráðførdi Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkismálum, seg við Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum, og har fekk hann fulla undirtøku, sigur hann. Í dag fer landsstýrismaðurin til Íslands at tosa við íslendska uttanríkisráðharran. Ein tilgongd er byrjað, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður. Føroyar hava uttan úrslit roynt bæði EFTA og Norðurlandaráðið fyrr. Men løgfrøði er eitt, politikkur eitt annað. Hevur altíð haft eitt øøøgiliga aktivt innara lív. Er rættiliga sosialur, men forsvinnur inn í egnar boblur tá hann fær friðin og róð. Orðini eigur Jan Berg Jørgensen, ið helt fagnaðarrøðu fyri Andriasi Høgenni, tá 27 ára gamli filmsleikstjórin fyri stuttum vann virðislønina til ungt listafólk frá Mentamálaráðnum. Norr na liggur í løtuni og krokar útifyri Hetland, tí veðrið er so ringt. Fyribils er skipið seinkað 12 tímar, og verður væntandi í Hirtshals klokkan 22 leygarkvøldið. Stutt eftir valið í september í fjør gjørdi landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Hendrik Old, av, at nýggjur Hvalbiartunnil skal raðfestast høgt. Í ár eru fimm milliónir settar av til at fyrireika nýggja tunnilin Hóast hvalbingar fegnast um at fáa nýggjan tunnil, so eru teir ikki nøgdir við ætlaðu linjuføringina, sum Landsverk hevur skotið upp. Hoyr samrøðuna, Svein Magnason hevði við Trúgva Gudmundarson, borgarstjóra í Hvalba. Roknskapirnar hjá feløgunum fyri 2015 vóru lidnir 7. januar, grannskoðaðir og samtyktir á eykaaðalfundum longu 11. januar 2016. Men tað var ikki uttan grund. Tí nótaskipið Asbjørn Senior skuldi hava veiðiloyvið hjá Ocean Group Faroes aftur. Tað fekk skipið frá Fiskimálaráðnum 14. januar. Men í skrivi til Ocean Group Faroes 14. januar skrivar Fiskimálaráðið, at sambært roknskapunum fyri 2015 eru eigaraviðurskiftini í samsvari við lógina um vinnuligan fiskiskap. Tí fær Asbjørn Senior veiðiloyvið. Fiskimálaráðið hevur fingið skuldarbrøvini frá feløgunum í Vági. Sambært teimum hava lánveitarin, Asbjørn Aps, og feløgini Ocean Group Faroes og Baglhólmur onga avtalu um ábyrgdarlán. Eingi ábyrgdarlán eru í feløgunum. Í upprunaligu roknskapunum fyri 2014 vóru lánini annars ábyrgdarlán. Og tí fekk Asbjørn Senior ikki loyvið tá. Tað var, sum skilst, eitt mistak í ársfrásøgnunum, sum so vórðu rættaðar í desember. Talan er, og var, sambært feløgunum í Vági um vanlig veðlán. Tað stendur í gerðarbókini frá seinasta býráðsfundi hjá Nes kommunu. Nýggj setur kunnu fáast fyri 100 krónur stykkið, umframt flutning og mvg. Ætlanin er at skifta 1.000 setur, men at brúka verandi stativ. Trongligt er millum setrini, og tí er ætlanin at taka aðruhvørja røð burtur. Býráðið sigur, at pláss er fyri at keypa nýggj setur innan verandi játtan í sambandi við,at B68 húsið verður útbygt, skrivar Nes kommuna á heimasíðuni. Tøkniligar umleggingar hava við sær, at neyðugt verður at steðga øllum sendivirksemi hjá Kringvarpinum í nátt klokkan eitt, til arbeiðið er liðugt. Mínar styrkir eru í tí kreativa, men eg vil eisini arbeiða hart fyri liðið, og tað gleði eg meg til, sigur Jóan Símun Edmundsson. Runavíkar býráð samtykti í gjárkvøldið eitt broytingaruppskot frá Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóra, um at heita á Skálafjarðarsamstarvið um at viðgera ætlanina um at steingja eldrasambýlið á Skála av nýggjum. Tað hevur stóran týdning, at føroysku hermenninir, sum hava fingið post traumatiskt stress syndrom, fáa hjálp, tí PTSD hevur álvarsamar avleiðingar, sigur Tóra Petersen, Phd. í sálarfrøði. Tað hevur eisini stóran týdning, at hermenninir fáa viðurkenning fyri tað, sum teir hava gjørt fyri eitt land í einum kríggi. Vit skulu burtur frá hugsanini, sum hevur verið, at hevur tú PTSD, ert tú ein veikur persónur, sigur Tóra Petersen. Tað heldur Herfinn Árnafjall, operasangari, sum saman við øðrum framførir interaktiva operaleikin Van Der Graff fyri børnum á Reinsarínum í Havn. Heðin Lamhauge lærari á Føroya Handilsskúla greiðir frá, hvat hann heldur um fartelefonnýtslu í tímunum. Til seinast siga tveir næmingar í Hoydølum, Kristian Oliversson og Rúni M ller, sína hugsan um nýtslu av faratelefonum í skúlatíð. Hey er ein sending um djór, fyri børn og barnsligar sálir, har Jensina er vertur og Ljóðfílurin tekur upp, sum vanligt. Tey eru úti, og uppliva mangt og hvat. Um 1. part. Í hesum partinum snýr tað seg um kettur. Vit vitja eini grøn hús, har nakrar heilt serligar kettur búgva, sum duga nakað sum fáar kettur duga. Tey vitja Eddi, og har er tónleikur á skránni. Jensina ger eisini eina kettu burturúr papptallerkum, sum kann brúkast á føstuklávint. Ætlanin var, at sjónvarpið, útvarpið og heimasíðan hjá Krinvarpinum fór í dvala í nakrar tímar, men útvarpið riggar framvegis ikki. Enn er ógreitt nær alt kemur í rætt lag aftur, men vónandi verður tað skjótt. Tað ætlar Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum. Hann fer skjótt í Løgtingið við einari lógarbroyting, sum loyvir smærri framleiðarum at selja sína vøru í smásølu. Tað er í handlum og við torgsølu. Vit skulu ansa eftir, at føroysk matmatmentan ikki fer fyri skeyti, tí lóggávan leggur seg uppat útlendskum lóggávusiði, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum. Galdandi matvørulóg samsvarar við lóggávuna, sum er galdandi í ES. Orsøkin er, at hetta ger tað lættari at útflyta føroyskan fisk og fiskavørur til ES. Tað er kortini ikki krav, at matvørullóggávan er tann sama. Landsstýrismaðurin kann av somu orsøk skipa heimamarknaðinum, sum hann vil. Tað staðfestir Atlantsflog, ið júst sum Fótbóltssambandið, tónleikafestivalar og sjónleikarahúsið kenna sviðan av, at atgongumerki verða seld víðari við vinningi fyri eyga. Súluskipanin fer úr gildi um stutta tíð. Tey, ið eiga súlur, kunnu bíleggja sær ferðaseðil og fáa avsláttur, alt eftir, hvussu nógv súlustempul, tey hava Árni Olsen marknaðarstjóri í Atlantsflogi sigur, at Atlantsflog nú roynir at ógilda tær súlur, ið tey síggja eru til sølu á netinum. Meginmálið hjá Piratunum er at fáa meira opinleika í íslendskan politikk. Piratarnir halda eisini, at íslendingar skulu ikki arbeiða meira enn 35 tímar um vikuna, og flokkurin vil eisini linka íslendsku lóggávuna at brúka rúsevni. Íslendski Piratflokkurin er systurflokkur hjá Piratflokkinum í Svøríki. Piratrørslan er nú virkin í meira enn 60 londum. Birgitta Jónsdóttir heldur hetta vera tekin um, at veljararnir eru troyttir av, at politisku flokkarnir halda ikki orð. Undirtøkan fyri báðum stjórnarflokkunum í Íslandi er lítil. Sjálfstæðisflokkurin og Framsóknarflokkurin standa til at fáa 30 prosent av atkvøðunum í alt. Tað ætlar Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum. Hann fer skjótt í Løgtingið við einari lógarbroyting, sum loyvir smærri framleiðarum at selja sína vøru í smásølu. Tað er í handlum og við torgsølu. Fiskur og fiskavørur eru ikki fevnd av lógarbroytingini, tí verandi matvørulóg ger tað lættari at útflyta føroyskan fisk og fiskavørur til ES. Fótbóltsáskoðararnir vóru í gekkaskorti, tá teir løgdu á nakrar útlendskar menn nærhendis høvuðsjarnbreytarstøðina í svenska høvuðsstaðnum. Tað vísir eitt filmsbrot hjá svenska tíðindablaðnum Aftonbladet. Fyrr um kvøldið eggjaðu somu fótbóltsákoðarar til tað, sum løgreglan kallar, grovan harðskap. Teir býttu út pappírslepar við boðskapinum, at nú er nokk . Teir sipaðu til streymin av flóttafólki, sum er komin til Svøríkis. Politiið heldur, at fótbóltsáskoðararnir mæltu serliga til at buka flóttafólkabørn, og tann hóttanin var eisini fullførd. Ein 16 ára gamal drongur var millum teirra, sum vóru bukaðir av í nátt. Handilsforðingarnar vóru eitt aftursvar til londini, sum settu handilstiløk í verk ímóti Russlandi í sambandi við stríðið millum Russland og Ukraina. Russiski eftirspurningurin eftir laksi var stórur, tá handilsforðingarnar vóru samtyktar í 2014 so stórur, at føroyski útflutningurin til Russlands setti met í fjør. Jógvan Sofus Vilhelmsen gjørdist danmarkarmeistari í bólkinum 30 39 ár í tungvekt. Tíðin var 6.24.3. Brandur Kølbro vann silvur í bólkinum dreingir 15 ár. Tíðin var 7.09.08. Sverri Sandberg Nielsen gjørdist danmarkarmeistari í opna bólkinum í tungvekt við tíðini 5.51.6, sum er nýtt danskt met. Tað hevur gingið væl hjá unga miðvinginum seinasta árið, men hóast tað, er enn ógreitt, um hann sleppur við til OL í Rio í summar. Hoyr Sverra greiða frá hví. Í løtuni eru ferðslutrupulleikar á vegnum niðan móti Norðskálatunlinum og á Vestmannavegnum, sigur Bjarni Petersen, vakthavandi hjá Landsverki. Tað er ikki bara við Norðskálatunnilin og á Vestmannavegnum, ring koyrilíkindi eru. Ring koyrilíkindi eru eisini á Oyndarfjarðarvegnum, sigur vakthavandi. Við Norðskálatunnilin standa bilar fastir í morgun. Maskinur hjá Landsverki eru í løtuni á veg at grava vegastrekkið við tunnilin, upplýsir Landsverk. Koyrilíkindini eru ring, bilar standa fastir, men nú er glið við at koma á ferðsluna, segði ein bilførari á Vestmannavegnum, ið Góðan morgun Føroyar tosaði við. Maskinur hjá Landsverki hava longu grivið vegastrekkini fyrr í morgun, men tað hevur kava so illa í morgun, at tað rýkur skjótt í aftur. Sambært lógini um viðarlundir, hevur Skógfriðingarnevndin framvegis evstu ábyrgd av skógfriðaðum lendi, men allar fíggjarligu heimildirnar eru hjá Umhvørvisstovuni. Sostatt eru materiellu og fíggjarligu heimildirnar á hvør sínum stað, og tað elvir til áhaldandi fyrisitingarligar trupulleikar, sigur Sirið Stenberg. Landsstýriskvinnan er av tí fatan, at tíðin er farin frá einari skipan, har slíkar heimildir eru lagdar til nevndir uttan fyri almennu fyrisitingina. Sambært uppskotinum verða spardar umleið 70.000 krónur um árið við at taka Skógfriðingarnevndina av. 30.000 40.000 krónur verða spardar í effektiviseringum í arbeiðsgongdini á Umhvørvisstovuni. Eftir uppskotinum skulu avgerðir nú kunnu kærast til kærunevndina í lendismálum, og eisini skal Umhvørvisstovan frammanundan góðkenna øll inntriv í skógfriðað lendi. Ungdómstingið byrjar í Løgtinginum í dag. Víst verður á, at í studentaskúlanum eru fleiri næmingar, sum iðra seg um, at teir valdu samfelagsfrøði, og ofta eru teir givnir. Samfelagfrøðingar, sum 9.a í Hoyvíkar skúla hevur tosað við, siga, at ungdómurin veit alt ov lítið um politikk og samfelagsviðurskifti, og teir halda eisini, at tað er skilagott at hava samfelagsfrøði í fólkaskúlanum. Skotið verður upp at hava tveir tímar í samfelagsfrøði um vikuna. Annar tímin skal takast frá donskum í framhaldsdeildini, og hin skal leggjast aftrat tímatalvuni. Løgtingsformaðurin beyð í august 2015 næmingunum í framhaldsdeild fólkaskúlans at senda inn lógaruppskot ella uppskot til samtyktar at viðgera á Ungdómstinginum, sum er í dag og í morgin. Hesar dagarnar seta næmingarnir sjálvir dagsskránna í Løgtinginum, og hetta er ein frálíkur møguleiki hjá næmingunum at skifta orð um evni, sum teir halda vera týdningarmikil. Tá freistin var úti, høvdu 6 skúlaflokkar sent uppskot inn. Nógv áhugaverd uppskot komu inn. Avgjørt er, at 12 uppskot koma til viðgerðar á Ungdómstinginum. Uppskotini, ið millum annað fevna um valrætt, rúsdrekka, skúlaviðurskifti, fosturtøku, undirsjóvartunnil, v.m., eru fjølbroytt og áhugaverd. Luttakandi flokkarnir umboða Vágs skúla, Eysturskúlan, Hoyvíkar Skúla, Skúlan á Fløtum og Nám X. Flokkarnir fara hesar báðar dagarnar at manna Ungdómstingið við 33 umboðum. Áhugavert verður at hoyra tey ymisku sjónarmiðini, ið ungdómstinglimirnir fara at leggja fram undir tingviðgerðini. Endamálið við Ungdómstinginum er at geva næmingunum størri innlit í fólkaræðið at læra næmingarnar at vera ein virknari part av fólkaræðinum at vísa næmingunum í praksis, hvussu avgerðarmannagongdir virka í einum fólkaræði at geva næmingunum innlit í, hvør leikluturin hjá Løgtinginum er, og hvat arbeiðið hjá Løgtinginum fevnir um Hetta er sættu ferð, at ungdómsting verður hildið í Føroyum. Morgunsendingin var í Tinginum og tosaðu við Sára Magnussen úr 9. flokki í Váqs skúla, Bjørk í Hoyvík Rúnadóttir, úr 9. b í Hoyvíkar skúla, Jógvan Fríði Tróndarson, úr 9.a Eyesturskúlin, Anna Rein, frá Løgtingsskrivstovuni og Páll á Reynatúgvu, Tingformann. Vit eru komnir ígjøgnum allastaðni, og bilar standa ikki fastir, segði Bjarni Petersen hjá Landsverki í útvarpstíðindunum klokkan 10. Koyrilíkindini vóru av teimum ringastu ymsa staðni um landið fyrr í morgun, tá blot kom í, og tá tað eisini kom fitt av vátakava niður. Við Norðskálatunnilin stóðu nógvir bilar fastir, á Vestmannavegnum vóru ring koyrilíkindi og Oyndarfjarðarvegurin var stongdur fyri allari ferðslu. Tað er framvegis hált nógvastaðni, so vit heita á fólk um at ansa eftir, tá tey koyra, sigur Bjarni Petersen á vegaumsitingini hjá Landsverki. Skráin Mikudagin 3. februar klokkan20 00 Neistin Kyndil kv. Mikudagin 3. februar klokkan20 00 VÍF STÍF kv. Hósdagin 4. februar klokkan20 00 KÍF H71 m. Hósdagin 4. februar klokkan20 00 STÍF Neistin m. Leygardagin 6. februar klokkan18 00 Kyndil Neistin kv. Leygardagin 6. februar klokkan18 00 STÍF VÍF kv. Sunnudagin 7. februar klokkan17 00 H71 KÍF m. Sunnudagin 7. februar klokkan15 00 Neistin STÍF m. Arbeiðið er gjørt á National Space Institute á DTU og Jet Propulsion Laboratory, California Institute of Technology hjá NASA í USA. Høvuðsvegleiðari hevur verið John Leif Jørgensen, professari á DTU. Carl Christian Liebe frá NASA verið vegleiðari, meðan hann hevur verið í Kalifornia. Í metingarnevndini vóru Lawrence Wade dr. frá JPL NASA Caltech, serfrøðingur í menning av granskingar og rúmdartøkni, Alexander Cropp, dr., ESTEC ESA, serfrøðingur í navigering og kontroll av fylgisveinum, og Jos Merayo, lektari, serfrøðingur í rúmdartøkni, DTU. Í ph.d. verkætlanini hevur David arbeitt við at menna nýggjar mátar at málrætta navigering í rúmdini og á Mars við kameratøkni, sum verður brúkt í fylgisveinum til at navigera eftir stjørnunum. David hevur arbeitt við NASA í sambandi við rúmdarfarið Juno, sum er á veg til Jupiter. Hann fekk í hesum sambandi tvær serligar viðurkenningar, kallaðar Group Achievement Award , ið verður latin fyri framúr gott arbeiði. Í sambandi við tann komandi Mars rovaran hjá NASA, Mars2020, hevur David ment nýggjar mátar til at navigera eitt tól á rovaranum móti Mars steinunum, har tað snýr seg um at leita eftir teknum um fyrrverandi lív á Mars. Harumframt hevur David ment mátar til at navigera fylgisveinar relativt millum hvønn annan. Hetta arbeiðið er ógvuliga sentralt og viðkomandi fyri framtíðar missiónir hjá ESA og NASA. Norðingur hevur fingið loyvini, sum Slættaberg hjá sama reiðaríi hevði. Slættaberg er lagdur, og manningin er farin um borð á Norðing. P f Næraberg keypti Ruth úr Danmark fyri 70 milliónir krónur, og gav skipinum navnið Norðingur. Norðingur er størri enn Slættaberg, og tekur 600 tons meira enn hann. Karsten Hansen, fyrrverandi landsstýrismaður, setti ein giktlækna aftrat Pero Sore í starv, men tann læknin er longu givin í starvinum. Johnny í Grótinum, stjóri á Landssjúkrahúsinum, sigur, hann hevur góðar vónir um at finna ein nýggjan giktlækna, tí tørvurin á giktlæknum er ikki líka stórur sum á øðrum serlæknaøkjum. Veðrið hevur verið ringt har um leiðir, og tað hevur ikki eydnast at fingið ein enda umborð, so farmaskipið kann sleipast til lands. Øll manningin er bjargað av skipinum, og nú royna sleipibátar úr Hollandi at fáa ein enda umborð, so skipið kann sleipast til lands. Teir eru báðir politikarar, umboða Tjóðveldi og Fólkaflokkin, sum báðir liggja á loysingarvonginum, men annars eru teir ikki samdir um nógv politiskt. Hinvegin eru teir ógvuliga samdir um, at hondbóltur er eitt hugtakandi spæl. Í morgunsendingini greiddu teir frá áhuganum fyri hondbólti, hvørjum teir hava spælt við og hvussu teir í dag framvegis fylgja væl við. Síðan á nýggjárinum hevur lívfrøðiliga kanningarstovan, Biofar, verið privat. Tað var eitt ynski hjá starvsfólkunum á stovninum at yvirtaka virksemið, tí tey hildu, at karmarnir, sum Søvn Landsins høvdu at bjóða, vóru ov trongir. Arbeitt hevur verið við ætlanini síðan í 2013, sigur Andras Mortensen, stjóri í Søvnum Landsins. Hann stúrir ikki fyri, at kanningarnar hjá Biofar fara at gerast verri, nú virksemið er einskilt. Ámund Nolsøe, ein av privatu eigarunum, vil ikki í løtuni gera almennar viðmerkingar til teirra ætlanir við felagnum. Hey er ein sending um djór, fyri børn og barnsligar sálir, har Jensina er vertur og Ljóðfílurin tekur upp, sum vanligt. Tey eru úti, og uppliva mangt og hvat. 36 ára gamli søldfirðingurin Hans Erik Hansen greiðir frá ymiskum viðurskiftum í heimbygdini. millum annað frá nógva trævøkstrinum og frá serligu oljutangunum, sum framvegis eru í brúki, hóast teir eru millum tey fremstu krígsminnini í landinum. Listamaðurin Oggi Lamhauge hevur fingið spennandi uppgávu í heimbygdini, tí hann skal listprýða bønhúsið í Søldarfirði. Altartalvan skal lýsa tað æviga í litum. Oggi gleðir seg til at fara í holt við hesa serligu uppgávu. Andrea Isaksen, sum hevði bussfyritøku saman við manninum í samfull 26 ár, hevur saðlað um. Nú hevur hevur hon koyriskúla og lærir serliga tey ungu at koyra bil. Hon ger nógv burtur úr trygdini. Andrea heldur, at tann ferðsluríki landsvegurin gjøgnum Søldarfjørð koyrir bygdina í tvey. Petur Jacobsen var ein av teimum ungu søldfirðingunum, ið stóðu fyri einari serligari bilmentan seinast í seksti og í sjeytiárunum. Teir gjørdu nógv burtur úr at prýða stórar og breiðar bilar. Millum annað høvdu bilarnir øðrvísi litir enn aðrir, og teir gjørdu eisini nógv annað fyri at fáa teir at líkjast frá øðrum bilum, so fólk skuldu leggja merki til teir. Sólvá Óladóttir Johannessen, sum er úr Fuglafirði, er ein av nýggjastu borgarunum í Søldarfirði. Tey eru fyri kortum flutt inn í spildur nýggj hús á Niðaravegi, og Sólvá er fallin væl til í Søldarfirði. Minsti nótabáturin í Føroyum hevur heimstað í Søldarfirði. Tað er deksbáturin Katrin , sum roynir eftir brislingi og sild. Hendan dagin eru Hilmar Johannesen og systirsonurin Hanus Hansen við bátinum. Teir hava leitað eftir brislingi, sum er ein uppsjóvarfiskur og samlast í stórum torvum. Teir sóu onki, og tí varð ikki kastað hendan túrin. Hesa ferð fara vit millum annað at hoyra nýinnspælda lagið Flickornas Vals við føroyska bólkinum Tetra og Rag in Rag við norska Odd Arne Halaas. Lagt til rættis Hanna og Terji Jakobsen. Ringa veðrið hevur gjørt tað trupult, at bjarga farmaskipinum Modern Express, ið hevur rikið fyri vág og vind, síðan lastin skeytst og farmaskipið fekk slagsíðu, fyri nøkrum døgum síðani. Íslendska stjórnin er sinnað at stuðla landsstýrinum í royndunum at fáa sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum og limaskap í handilsfelagsskapinum EFTA, sum Ísland er í. Tað stendur á heimasíðuni hjá íslendska Uttanríkisráðnum. Íslendski uttanríkisráðharrin, Gunnar Bragi Sveinsson, og Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkismálum, hittust í Reykjavík fríggjadagin. Millum annað kunnaði Poul Michelsen íslendska ráðharran um uttanríkispolitikkin hjá samgonguni. Samgongan ætlar at fáa Føroyum limaskap í EFTA og fullan limaskap í Norðurlandaráðnum. Eftir at hava ráðført seg við Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum, tað var hósdagin, er Poul Michelsen nú farin í holt við fyrireikingarnar. Í morgun fór Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkismálum, úr Íslandi til Finnlands, har hann skal á fund hjá norðurlendsku samstarvsráðharrunum. Republikanarin, Donald Trump, og demokraturin, Hillary Clinton, liggja á odda í veljarakanningunum, men tað er ikki vist, tá valhølini lata aftur. Eygleiðarar vísa á, at 44 ára gamli Marco Rubio kann fara at standa seg væl betri enn kanningarnar hava víst. Hann umboðar tann siðbundna partin í republikanska flokkinum. 45 ára gamli Ted Cruz hoyrir til Tea party veingin í republikanska flokkinum. Hann er ímóti, at samkynd kunnu ganga í hjúnalag, og hann er eisini ímóti fríari fosturtøku. Ted Cruz ætlar at ógilda heilustrygdarskipanina, sum Barack Obama, forseti, setti í verk. Ein kanning, tíðindastovan Bloomberg hevur gjørt, vísir, at 28 prosent fara at atkvøða fyri Donald Trump. Ted Cruz, senatorur í Texas, fær 23 prosent, og Marco Rubio, senatorur í Florida, fær sambært kanningini 15 prosent. Hjá demokratunum stendur valið millum Hillary Clinton og Bernie Sanders. Hjá demokratunum er eisini spenningur, tí Hillary Clinton fær sambært veljarakanningunum 45 prosent, men Bernie Sanders er í hølunum á henni við 42 prosentum. Lærugreinin kristnikunnleiki í fólkaskúlanum eigur at verða broytt til átrúnað og heimspeki. Tað er eitt av uppskotunum, sum varð lagt fram á Ungdómstinginum í Løgtinginum fyrrapartin. Hóast staturin er lutfalsliga lítil, kann hann vera avgerandi fyri, hvør vinnur, heldur Tóri Højgaard, løgfrøðilesandi og kønur í amerikonsku valskipanini. Edvard Heen, stjóri á Almannaverkinum, viðgongur, at umstøðurnar í nýggju hølunum, har búfólkið á Eirargarði eru flutt, ikki eru tær bestu. Men loysnin er frægast fyribils, sigur stjórin, sum lovar, at búfólkini sleppa aftur í gomlu hølini, so skjótt inniluftin er orðnað har. Starvsfólkini á Sambýlinum á Eirargarði bíðaðu bara eftir, at tað fór at ganga galið við inniluftini og umstøðunum annars, ið hava verið vánaligar leingi. Almannaverkið sigur seg onki vita um ringu støðuna á Eirargarði. Vit vildu fegin fara inn í n ý ggju h ø lini at kanna inniluftina vi ð serfr øð ingi, men Landssj ú krah ú si ð , sum eigur bygningin, vildi ikki loyva kanningini. Tjóðsangurin, Tú alfagra land mítt , er eisini við á útgávuni, Jazzbók Føroya Fólks , og tað hava nógvir lurtarar eina meining um. Í nýggjari grein um yvirlitstrolingarnar eftir makreli, sum eru gjørdar í Norðuratlantshavi á sumri seinastu árini, eru kanningarhátturin og úrslitini nú viðurkend í tíðarritinum ICES Journal of Marine Science , skrivar Havstovan á heimasíðu sínari. Føroyar hava verið við í hesum kanningum síðani 2009. Úrslitini av yvirlitstrolingunum verða nú brúkt, tá ICES stovnsmetir makrel síðst í august á hvørjum ári. Greinin í ICES Journal of Marine Science lýsir kanningarháttin og vísir stóru broytingarnar í útbreiðsluni av makreli, síðani fyrstu kanningarnar í 2007. Líkt er til, at ávísir trupulleikar eru í metingunum av teimum ymsu árgangunum frá ári til árs. Hetta er tó bara galdandi fyri fimm og seks ára gamlan fisk. Men, tíverri, skrivar Havstovan, hevur tað higartil verið trupult at brúka allar aldrar í tilfarinum, sum verður brúkt at stovnsmeta makrelin eftir. Seinastu tíggju árini er makrelurin farin at ferðast longri vestureftir og norðureftir. Út á várið og summarið leitar meginparturin av makrelinum norðureftir og seinastu árini eisini vestureftir at finna sær føði eftir gýtingina í Biskayavíkini og vestan fyri Írland. Síðani 2005 er makrelurin farin víða um í Norðuratlantshavinum. Fyrst var makrelur at fáa eystan fyri Ísland, seinni kom hann heilt vestur í Irmingarhavið og til Eysturgrønlands. Makrelur er eisini sæddur heilt norðuri móti Svalbard. Tíðliga í vár verður farið at grava við høllina á Hálsi í Havn. Og í summar verður byrjað at smíða, upplýsir Tórshavnar kommuna á heimasíðuni hjá kommununi. Útbyggingin skal vera liðug síðst í 2017. Býráðið samtykti í november í fjør at útbyggja høllina á Hálsi, so hon gerst dupulthøll, ein handbóltsvøllur kemur aftrat, og høli verða bygd til judo og borðtennis. Slakar 35 milliónir krónur eru settar av til útbyggingina og harafturat góðar fýra milliónir til bilpláss millum R. C. Effersøesgøtu og høllina. Har vera 130 bilpláss. Herfyri hátíðarhildu tey í føroyska kirkjuliðnum í Keypmannahavn, Sankta Ólavs Kirkjuliði, at tað vóru 100 ár síðan, at føroyskt á fyrsta sinni varð prædikað í kirkjuni. Ein av slóðbrótarnum fyri, at føroyskt vann frama í kirkjuni, var danski presturin Gudmund Bruun. Apple er ikki longur mest verda felag í heiminum. Í gjár varð greitt, at eitt annað tøkni og teldufelag Alphabet nú er tað mest verda í heiminum. Seinasti roknskapurin hjá Alphabet varð kunngjørdur í gjár. Vinningurin vaks meira enn eina milliard krónur bara seinasta ársfjórðing í fjør sambært roknskapinum. Greinin heldur fram niðanfyri. Tá virðisbrævamarknaðirnir lótu aftur í gjár, var partabrævið hjá Alphabet vaksið níggju prosent. Felagið er nú sostatt vert góðar 568 milliardir dollarar. Í meiri enn 30 ár hava tøkni og teldufyritøkur verið ovast á listanum yvir mest verdu feløg í heiminum. Tað byrjaði við IBM, síðan átti Microsoft tørn. Seinastu árini hevur Apple verið mest verda felag í heiminum til í gjár, tá Google móðurfelagið, Alphabet, tók við sum mest verda felag í heiminum. Grønland er komið langt við at gera sína egnu deild í Transparency International, sum kannar og kunnger korrupsjónina, mutur og rotinskap, í heimsins londum. Kanningar eru longu gjørdar, men hetta er fyrstu ferð, at korrupsjónin í Grønlandi kann samanberast við korrupsjón í øðrum londum. Grønlendska kringvarpið, KNR , sigur, at okkurt um 1000 fólk í Grønlandi verða spurd, hvat tey vita og halda um korrupsjónina í landinum. Ein altjóða viðurkendur greiningarstovnur ger spurningarnar og ringir til 1000 fólk í Grønlandi at spyrja um korrupsjón. Úrslitini verða almannakunngjørd fyrst í 2017. Fjórða árið á rað kann Danmark breggja sær av at vera heimsins minst korrupta land. Danmark fekk 91 av 100 stigum í vigingini hjá Transparency International. Í Føroyum eru heldur ongar royndir gjørdar at fáa okkara deild í Transparency International, so eisini Føroyar koma á árligu korruptiónsvektina. 2. februar í 1926 hittust fýra havnadreingir, Pauli Christiansen, Arni Ellingsgaard, Zacharias Poulsen og Eskild Christiansen, at stovna eitt skótalið, soleiðis at ungu dreingirnir í Havn kundu hava nakað at fáast við. Nógv er broytt hjá gulu skótunum í Havn, síðan stovnsetingina fyri 90 árum síðan. Fyrstu tíðina hildu skótarnir til í kjallaranum hjá Poulinu Christiansen, síðan varð flutt niðan í høli á Bakkahellu, áðrenn skótarnir í 1956 fluttu niðan í hugnaligu skótahøllina við Havnará, har teir hava hildið til síðan. 90 ár seinni er skótaliðið kent millum manna sum Skótalið Sigmund Brestissonar, ella teir gulu skótarnir, og verður tað hátíðarhildið í Skótahøllini við Havnará. Opið hús verður, har gamlir búnar og myndir verða sýnd fram, og Marius Rein ber fram røðu. Nú siga bretskar keldur, sum BBC hevur tosað við, at millum nýggju treytirnar hjá Bretlandi verður møguleikin at forða fyri, at ES lógir og reglugerðir av sær sjálvum koma í gildi í Bretlandi. Nógvir bretar eru misnøgdir við ES og ávirkan tess á bretska samfelagið. Bretski forsætisráðharrin, David Cameron, hevur lovað, at bretska fólkið sleppur á fólkaatkvøðu um ES limaskap næsta summar. Áðrenn ætlar Cameron sær at tryggja Bretlandi ein nýggjan sáttmála við ES, so sleppast kann undan, at Bretland limar seg heilt úr samveldinum, um so verður, at bretska fólkið akvøðir ímóti ES limaskapi. Sambært keldum hjá BBC fer at standa í uppskotinum, at ein meiriluti av ES limalondunum skal taka undir við tí fyri at tað skal verða galdandi. Hósdagin í farnu viku fóru fýra løgreglufólk og ein fangavørður við manninum til Danmarkar. Illveður var á ferðini, og tí bar ikki til at hava mannin avbyrgdan í tí rúminum sum var riggað til til ferðina. Neyðugt var at flyta mannin í eitt rúm longur niðri í skipinum, sigur Hildur Hentze, leiðari í kriminaldeildini. Hon sigur, at manningin syrgdi fyri, at alt gekk so væl sum tað kundi. Tá Norr na kom til Hirtshals, tók løgreglan í Norðurjyllandi ímóti føroyska liðnum, og flutti varðhaldsfongslaða mannin og hini til Keypmannahavnar, har maðurin nú situr í varðhaldi. So skal maðurin flytast aftur til Føroya, um hann ikki gongur við til at varðhaldsfongslingin verður longd, uttan rættarfund. Tað kann hann góðtaka, og so sleppur hann frá flutninginum. Hildur Hentze sigur, at løgreglan arbeiðir av øllum alvi fyri at fáa málini ímóti manninum savnað saman, so hann kann koma fyri rættin, tá varðhaldsfongsilingin er úti tann 19. februar. Landsliðsvenjarin í fótbólti, Lars Olsen, verður 55 ár í dag. Í tí sambandi vitjaði Góðan morgun Føroyar Lars Olsen ikki landsliðsvenjaran, men 40 ára gamla Lars Olsen, sum býr í Havn. Hesin Lars Olsen fær mangan fyrispurningar og post, ið eru ætlaðir landsliðsvenjaranum. Lars greiddi í morgunsendingini frá mongu misskiljingunum, og hvussu hann og landsliðsvenjarin hava flent at hesum. Castings, fittings og shows. Tað eru lyklaorðini í gerandisdegnum hjá Egor Venned. Hann ferðast um heimin, Elite Copenhagen er skrivstovan, hann umboðar, heimsins mótamiðdeplar eru hansara arbeiðspláss og sniðgevarnir, ið hava skapt tey størstu og dýrastu merkini, vilja hava miðvingin at ganga í teirra klæðum. Umframt tey nevndu merkini, hevur Egor gingið fyri Versace, Dolce og Gabbana, Fendi, Dsquared2 og Moschino. Egor Venned greiddi í morgunsendingini frá tilveruni sum modell, hvussu ein gerandisdagur er, um hvussu nógv stríð, hvussu nógvir tímar eru aftan fyri eina mynd ella eitt show og eisini, hvussu tað er at vera at koma heim, vera saman við vinmonnunum, eta ósunt og gera júst tað, hann hevur hug til. Landsstýrið vil nú hava Løgtingið at løna fólki, sum brúkar streym í staðin fyri olju at hita húsini. Endamálið er at fáa fleiri at brúka varandi orkukeldur. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í orkumálum, hevur gjørt eitt uppskot um, at tey, sum brúka streym til upphiting og brúka elbilar, skulu fáa streymin bíligari enn onnur. Treytirnar og prinsippini fyri prísásetingini skulu stuðla undir umleggingina til grøna elorku sambært orku og veðurlagspolitikkinum, sigur Sirið Stenberg í viðmerkingunum um lógaruppskotið, sum er sent til hoyringar. Sambært lógarbroytingini skal landsstýrisfólkið í orkumálum sleppa at góðkenna, at ymiskir elprísir verða ásettir fyri ymiskar kundabólkar. Endamálið er at fáa fleiri at brúka varandi orkukeldur, ella, sum landsstýriskvinnan sigur, leggja um frá olju til el til upphiting og bilar. Politiska málið er, at í minsta lagi annað hvørt sethús og annar hvør bygningur skulu brúka hita frá grønari orku, áðrenn tíggju ár eru farin. Allir almennir nýbygningar skulu hitast við grønari orku. 18.000 oljufýr eru í Føroyum. Okkurt um 1000 hús hava fjarhita, og onnur 1000 hús hava hitapumpu. Sambært samgonguskjalinum skulu tí okkurt um 900 húsarhald leggja um til grønan hita hvørt ár næstu tíggju árini. Góð 90 prosent av føroysku orkunýtsluni koma úr olju. Seinastu árini hava Føroyar innflutt 220.000 tons av olju um árið fyri meira enn eina milliard krónur. 30 prosent av oljuni verða brúkt til upphiting. Sambært lógaruppskotinum fara 900 nýggjar hitapumpur at brúka seks gigawatttímar um árið, so SEV fer at selja meira streym. Økta sølan fer at gera, at SEV ikki missir inntøkur, hóast prísurin verður lækkaður. Fyri SEV er hetta ikki ókent. Á eykaaðalfundi í november í fjør varð samtykt at gera eina royndarskipan í tvey ár við ymiskum prísum. Samskifti hevur verið millum SEV og Jarðfeingi um málið, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV. Men SEV fekk at vita, at ein lógarbroyting krevst fyri at kunna fremja samtyktina hjá eykaaðalfundinum. Tann lógarbroytingin er nú á veg. Í løtuni verður samráðst við teir undirveitarar, sum vóru lægstir á tilboðsdegnum, um arbeiðstøkurnar, ið eftir eru at gera, skrivar Landsverk á heimasíðuni . Málið er at halda fast í so nógvar upprunaveitarar sum gjørligt, tí tað liggur fitt av fyrireikingararbeiði í arbeiðstøkunum, sum longu er gjørt. Talan er um arbeiðstøkur, ið høvuðsarbeiðstakarin TG Verk upprunaliga vann. Umframt innbúgv eru hesar arbeiðstøkurnar tær seinastu, sum verða bodnar út. Eftir ætlan skulu arbeiðini byrja til várs, og tey fara at halda fram til avhendingina næsta ár. Tá hetta arbeiðið er komið undir land, og tilboðini komin inn, eru allar arbeiðstøkurnar við Marknagil avgreiddar. Sostatt er hetta almenna útboðið tað síðsta týðandi stigið í verkætlanini, sum eftir ætlan skal verða liðug á sumri 2017, skrivar Landsverk á heimasíðuni. Sambært keldum hjá BBC verður ein av nýggju treytunum, at Bretland fær eina neyðbremsu, ið skal forða fyri, at ES lógir og reglugerðir av sær sjálvum koma í gildi í Bretlandi. Bretar hava leingi verið misnøgdir við ES, tí teir halda seg fáa ov burturúr samveldinum, og at ov nógvar ES lógir og reglugerðir eru galdandi í Bretlandi. Í nýggja sáttmálanum, sum bretska fólkið skal atkvøða um í summar, hevur bretska stjórnin eisini fingið lovað, at treytirnar um almannahjálp hjá tilflytarum úr ES londum til Bretlands verða herdar. Sum er hava tilflytarar og bretskir ríkisborgarar somu rættindi innan almannaveitingar. Harafturat vil David Cameron hava skjalfest, at Bretland skal sleppa undan at veita lán til kreppurakt ES lond í framtíðini. ES toppfundur verður hildin 18. februar. Tá ætlar bretska stjórnin at sannføra hini ES limalondini um at taka undir við nýggju krøvunum hjá Bretlandi. Fleiri ES limalond hava víst ónøgd við nýggju bretsku krøvini. ES forsetin, Donald Tusk, hevur sagt, at minst 55 prosent av ES limalondum skulu taka undir við einum nýggjum sáttmála við Bretland, skal hann koma í gildi. Endamálið við tilboðnum er, at eldri borgarar í kommununi sleppa at røra seg, fáa heilsugóðan kost, og eru virknir við at gera ítriv av ymsum slagi. Millum annað verður skipað fyri venjingum, dansi, bingo, undirhúsi og bindiklubbum umframt at borðreitt verður við heilsugóðum mati til teirra, sum taka av dagtilboðnum á Boðanesheiminum. Landsstýrið hevur ætlanir um at dagføra revsilógina. Sambært uppskotinum skal fyrningarfreistin fyri at melda kynsligt misbrúk byrja frá tí degi, tá órættaði fyllir 21 ár í mun til 18 ár, sum nú er galdandi. Men ikki øll eru samd um leingja fyrningarfreistina í málum um kynsliga misnýtslu. Ein teirra er Sunneva Mohr, sum sjálv hevur verið fyri kynsligum ágangi. Tað verður munandi bíligari at keypa sær el bil her á landi. Tað segði Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, tá hon svaraði einum fyrispurningi á Ungdómstinginum seinnapartin. Sjóvinnuhúsið hjá Tórshavnar kommunu verður nú lýst til sølu, Enn er kommunan tó sinnað at leiga tað út. Smyril Line umhugsar at innrætta hotell i bygninginum. Tá danska Bygningsstyrelsen vildi keypa bygningin frá kommununi, bað kommunan HMP Consult kanna bygningin og gera eina støðulýsing. Vanligt er, at seljarar biðja um slíkar støðulýsingar. Útvarpið hevur støðulýsingina, sum er gjørd fyri Bygningsstyrelsen í fjør summar. Útvarpið bað síðani Tórshavnar kommunu um innlit í støðulýsingina í sambandi við keypið í 2013. Mikael Viderø, tekniskur stjóri hjá kommununi, svarar, at kommunan hevur ikki umbiðið eina tilstandsrapport í sambandi við umrødda keyp. Tekniska fyrisiting hjá kommununi gjøgnumgekk bygningin í sambandi við keypið, og er tað ikki skjalfest, skrivar Mikael Viderø í svari sínum til Útvarpið. Sambært støðulýsingini, sum varð gjørd í fjør, eru gjóstur, lekar, fuktur og blámusoppur í bygninginum, sum danski staturin ætlar at keypa til politistøð. Heldur ikki var brunatrygdin nóg góð í bygninginum. Sambært treytaðu keypsavtaluni, sum er undirskrivað í Keypmannahavn 8. januar, skuldi Bygningsstyrelsen taka við bygninginum tann 1. februar, ella tann fyrsta í mánaðinum eftir at danska fíggjarnevndin hevur góðkent keypið. Sendingin hesa ferð er fyrri partur við løgum av plátuni, Devil May Care við bretska sangaranum og pianistinum, Jamie Cullum. Lagt til rættis Arnold Ludvig. Í brævi til Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, í gjár, skrivar Claus Hjort Frederiksen, fíggjarmálaráðharri, at eitt harmiligt mistak í Fíggjarmálaráðnum gjørdi, at broytingin ikki kom við í donsku fíggjarlógina fyri 2016. Tað stendur einki í fíggjarlógini um, at prístalsjavningin skal steðga. Danski ráðharrin vónar, at stjórnin og landsstýrið í vár kunnu semjast um blokkin eftir 2016. Í tí sambandi ber til at rætta mistakið hjá Fíggjarmálaráðnum viðvíkjandi 2016, sigur Claus Hjort Frederiksen. Tá avtornar, fáa Føroyar sostatt somu upphædd í ríkisveiting í ár sum í fjør. Fyri fjúrtan døgum síðan keyti Jógvan Martin Ferjá Joensen føroyska partin av Atlantsfarinum, sum nú eftir fleiri ár í Miðvági, hoyrir heima í Kollafirði. Hollendingar eiga eisini í Atlantsfarinum. Hóast skipið hevur skift navn, eigara og heimstað, verður manningin at kalla tann sama, sum higartil hevur verið við skipinum. Norðhavið fer á svartkjaftaveiðu so skjótt sum øll formlig viðurskifti í sambandi við yvirtøkuna av skipinum eru avgreidd. Sámal Ravnsfjall. Tann blueskendi vísusangurin er um nakað annað hansara vørumerki. Við sínu sermerktu rødd hevur Sámal Ravnsfjall síðani sjeytiárini verið ímyndin av einum føroyskum rocktroubaduri. Sámal er gestur í sendingini Spæli vinir, og saman við orkestrinum fer hann at syngja og spæla nýggjar útgávur av kendum klassikarum. Vit fara eisini at hoyra meira um hansara tónleikalív, og vit skulu síggja gomul sjónvarpsklipp við Sámali. Í húsorkestrinum eru frægir menn Kim Hansen, Rógvi á Rógvu, Herluf L tzen og Edvard Nyholm Debess. Vertur Edvard Nyholm Debess. Lagt til rættis Ivan Niclassen. Vit eru als ikki samdir politiskt, men hann man mangan hava havt tað strævið, hugleiðir Livar Nysted, sum eisini samanber sína havrógving og politiska lívið hjá fyrrverandi løgmanni. Livar Nysted leggur aftrat, at Kaj Leo Holm Johannesen er ógvuliga áhugaverdur at mála. Har er okkurt serstakt yvir honum, man blívur hálvavegna hypnotiseraður, um man hyggur leingi í eyguni á honum og so er hann eisini ein vakur maður. Málningur er til sølu, um prísurin er tann rætti, sigur Livar Nysted. Biskupur, Jógvan Fríðriksson var komin í Kringvarpshúsið í samabnd við talgildingina av Kringvarpssavninum. Hann skuldi trýsta á knøttin á telduni, fyri at talgilda sendingina, tá hann var innsettur sum prestur í Viðareiðis kirkju fyri 30 árum síðan. Størsta mistakið, vit kunnu gera, nú tíðirnar eru góðar, er at oysa meira olju á bálið, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, í tíðargrein í Sosialinum í dag. At arbeiðsloysið er lítið kann hava við sær, at minni fæst fyri pengarnar, sum verða nýttir til íløgur, heldur Aksel V. Johannesen. Í staðin fyri at hugsa um løtuvinning, hevur samgongan tí sett sær fyri at at bøta um langtíðar haldførið hjá føroyska búskapinum, skrivar løgmaður í tiðargreinini. Tað hevur við sær, at land og kommunur í felag mugu halda aftur, tí, skrivar løgmaður, tað munar lítið, um landið heldur aftur, meðan virksemið hjá kommunum um landið veksur alsamt. Djóraverndarfelagið arbeiðir fyri at betra umstøðurnar hjá djórum í Føroyum. Vit arbeiða miðvíst fyri at menna tilvitskuna hjá fólki børnum sum vaksnum um djór, teirra trivnað, heilsu og vælveru. Vit hjálpa djórum í neyð. Kemur eitt djór í neyð funnið, royna vit fyrst at finna eigaran. Eydnast tað ikki, fer djórið í ansing og haðani víðari í eitt nýtt heim til nýggjar eigarar. Hetta eydnast ofta, men tó ikki hvørja ferð. Vit kanna allar fráboðanir um misrøkt djór. Vit ringja til ábyrgdara og ella fara á staðið at kanna støðuna. Halda vit, tað er grundaður illgrunni um djóramisrøkt, verður djóralækni boðsendur. Djóralæknin metir um støðuna, og avrátt verður, um málið skal meldast til løgregluna. Í Skúlanum á Fløtum fáa allir næmingarnir ein teldil, tá tey byrja. Teldilin verður brúktur í undirvísingini, at gera skúlating við og at samskifta við. Men við teldlinum koma eisini avbjóðingar. Jógvan Dahl, varaskúlastjóri, greiddi frá, at tey á Skúlanum á Fløtum brúka dagin í dag, altjóða netdagin, at varpa ljós á alnetið og avbjóðingarnar, sum fylgja við tí. Tey bæði greiddu frá hesum serliga degnum, og hvussu tey arbeiða. Og so sungu næmingarnir í teimum trimum 4. flokkunum eisini sangin, Gentur og dreingir. Í hesi sending eru vit í hølunum á Kaj Leo Holm Johannesen á degnum, tá tingið kom saman aftur, og hann læt løgmanssessin frá sær. Leingi er tað, ið væl skal vera. Sigurð Simonsen, sum var borgarstjóri í Fuglafirði frá 2001 til 2012, fær nú borðfæ, 20.000 krónur um árið fyri alla borgarstjóratíðina. Tað samtykti býráðið í síðstu viku. Í brævi til kommununa segði Sigurð Simonsen, at í grannskoðarafrágreiðingini fyri roknskaparárið 2013 hjá Fuglafjarðar kommunu, at heimild var ikki at rinda borgarstjóranum borðfæ. Men spurningurin varð tikin uppaftur. Nú varð ein advokatur spurdur. Niðurstøðan hjá bæði advokati og statsløggilda grannskoðaranum hjá kommununi, gjørdist nú tann, at heimild er kortini fyri at rinda borgarastjóranum borðfæ. Ein semja, ein fyrisitingarlig semja, var annars gjørd við fyrrverandi borgarstjóran um, at hann skuldi fáa borðfæ fyri fimm ár, 100.000 krónur. Í gerðarbókini frá býráðsfundinum verður víst til fundir og teldupostasamskifti við fyrrverandi borgarstjóran, Sigurð Simonsen, og at ein fyrisitingarlig semja varð gjørd við hann um, at hann frá og við 2013 skuldi fáa 20.000 krónur um árið í fimm ár til og við 2017, tilsamans 100.000 krónur Talan var um rindan av borðfæi afturvirkandi í fimm ár, sum tó skuldi verða goldið framyvir. Men tann semjan fall á býráðsfundinum. Síðani varð atkvøtt um uppskot hjá Birgiri Petersen. Hann skeyt upp at ógilda avtaluna, sum fyrisitingin gjørdi við Sigurð Simonsen, og í staðin fyri rinda borgarstjóranum borðfæ afturvirkandi til 1. januar 2001, tað er í 12 ár. Og tað varð samtykt. Niðurstøðan í fundarbókini er, at henda samtykt førir sostatt við sær, at fyrrverandi borgarstjórin skal hava eitt samlað borðfæ upp á krónur 240.000,00. Talið 20.000 krónur stavar frá borðfænum, sum landsstýrisfólk fingu. Føroyska taraalifelagið, Ocean Rainforest, skal vera við í eini stórari granskingarverkætlan um aling av tara í føroyskum og donskum sjógvi. 25 milliónir eru játtaðar til verkætlanina. Talan er um eitt samstarv ímillum Teknolgisk Institut, universitetini í lborg, rhus og Keypmannahavn og Danmarks Tekniske Universitet. fleiri privatar fyritøkur eru eisii vid i verkætlanini. Játtanin til verkætlanina er 25 milliónir krónur og hon skal vara í hálvtfimta ár. Endamálið er at ala tara sum skal nýtast í matvørum, djórafóðri og í kosmetikkídnaðinum. Verkætlanin hevur týdning fyri Føroyar, sigur Ólavur Gregersen, stjóri í Ocean Rainforest. Jógvan Fríðriksson skuldi í morgun trýsta á knøttin á telduni, fyri at talgilda sendingina, tá hann varð innsettur sum prestur í Viðareiðis kirkju fyri 30 árum síðan. Upptøkan er nú talgildað og gjørligt er at hoyra tá bispur varð prestvígdur. So er 2. umfar av Orrustu byrjað. Seinasta sunnukvøld klokkan 19.30 var 1. sending. Tá sóu vit ÍA dreingirnir kappast móti svimjigentunum úr Reysti. Vit tosa við børnini, vertin og onnur sum gera sendingina. Ætlanin var at taka nýggjar loftmyndir í 2013, men ikki fyrr enn í 2015 eydnaðist at taka nýggjar loftmyndir, tá veðrið var til vildar. Fyrstu dronumyndirnar, ið Umhvørvisstovan tók í fjør av Havnini, Klaksvík og Leirvík, eru nú at síggja á Kortal, upplýsir Umhvørvisstovan . Góðskan á nýggju myndunum, ið eru tiknar við dronu, er munandi betri enn tær gomlu, ið vórðu tiknar í 2009, sigur Umhvørvisstovan. Upprunaliga var ætlanin at eitt sergjørt leiguflogfar skuldi taka myndirnar. Ætlanin varð slept, tí veðrið ikki var so frægt, at flogfarið kundi taka myndirnar. Tí fer Útoyggjafelagið at tosa við øll landsstýrisfólkini, sum varða av útoyggjunum. Fyrsti fundurin verður við Sirið Stenberg mikudagin. Olga Biskopstø er samskipari í Útoyggjafelagnum. Hon sigur, at tey fara at royna faa fólk úr øllum útoyggjum við á fundinum við Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, um eina viku. Eingin er dømdur fyri at bróta fráboðanarskylduna. Fráboðanarskyldan skal tó telja við sum herðandi umstøður, um dømast skal fyri onnur brot á grindalógina. Men lógin um hvalaveiðu sigur, at hvalur, sum svimur ella rekur upp á land er ogn hjá landinum, og tað verður døglingur so eisini, verður lógarbroytingin samtykt. Maðurin er dømdur fyri aðra kynsliga samveru enn samlegu. Revsingin er tvey ára fongsulsrevsing, harav 18 mánaðir eru treytaðir. Gentan var einans 6 ára gomul, tá ágangurin byrjaði. Talan er um ágang framdan á tveimum ymiskum bústøðum, umframt í bilinum hjá ákærda. Sambært in.fo greiddi dómarin í Føroya Rætti frá, at støddin á endurgjaldinum í slíkum brotsverkum varð herd í 2008, meðan sjálv revsingin varð herd í 2009. Tí segði dómarin seg ikki kunna taka atlit til herdu revsingina, tá hesin dómurin varð sagdur. Sambært IN.fo vísti dómarin eisini á, at talan um hendingar, sum fóru fram fyri 15 til 22 árum síðani. Ákærdi sjálvur var ikki meiri enn hálvvaksin, tá ágangurin byrjaði, men hevur í dag góð persónlig viðurskifti. Tí metti dómarin, at tað var ráðiligt og rætt at gera part av revsingini treytaða. Á Kyndilsmessudansinum á Eiði leygarkvøldið tók Kringvarpið upp Dvørgamoy I, Fípuna Føgru og hitað varð upp við Tá eg verði stórur. Í almenna dansinum í Reinsarínum eftir nógvu upptøkurnar tann 23. januar, tók Kringvarpið upp Lorvíks Páll, Kong Sverke og Kópakvæði. Vit hoyra hesuferð Tøkum Lætt, Dansifelagið á Látrinum og Dansifelag Kaggans kvøða Fipuna Føgru og Dvørgamoy I. Regin Eikholm skipar Fípuna og Óli á Geilini skipar Dvørgamoy. Í almenna dansinum skipar Hendrik Egholm Kópakvæði Páll á Reynatúgvu, tingformaður, heldur rákið vera púra greitt. Føroysku fyritøkurnar fáa alsamt størri ávirkan á lóggávuna í Føroyum. Eg skal ikki siga, at fyritøkurnar eiga nakran politikara í skipanini í dag. Men tað gongur tann vegin, at ávirkanin hjá fyritøkunum er so sterk, at fyritøkurnar hava stóra ávirkan á, hvat ávísir politikarar atkvøða í tinginum, sigur hann. Onkursvegna hevur fatanin, at tað er fínari at taka eina bókliga útbúgving heldur enn eina handaliga útbúgving, fest røtur. Tað er kanska ein grundin til, at vinnulívinum vantar nógv fólk við handaligari útbúgving. Vit framleiða nógv fólk til almenna geiran í Føroyum og minni til vinnuna, sigur Rúni Heinesen, stjóri á Tekniska Skúla í Klaksvík. Sannlíkindini fyri, at ein handverkari verður arbeiðsleysur, eru ómetaliga lítil, men ein akademikari er í størri vanda fyri at vera arbeiðsleysur, sigur Marita Rasmussen. Jónleif Johannesen, formaður í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum, og Bjørn Kalsø, tingmaður hjá Sambandsflokkinum, skifta orð um, hvørji átøk eru neyðug fyri at fleiri taka handaliga útbúgving. Við í sendingini eru Torvald Abrahamsen, maskinsmiður, Rúni Heinesen, stjóri á Tekniska Skúla í Klaksvík, Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, Jónleif Johannesen, formaður í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum, Bjørn Kalsø, tingmaður hjá Sambandsflokkinum, og Páll á Reynatúgvu, tingformaður. Á fundinum fer Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, at greiða frá arbeiðssetninginum, og hví menningarætlanin skal gerast nú. Á fyrsta fundinum verður eisini avdúkað, hvør verður við í arbeiðinum at gera menningarætlanina fyri tey trý sjúkrahúsini í landinum. Stutt eftir, at landsstýrið varð skipað í heyst, fekk Sirið Stenberg undirtøku í landsstýrinum fyri at arbeiða víðari við málinum. Millum annað skulu starvsfólk á sjúkrahúsunum í ein verkætlanarbólk, og harafturat skulu setast ein stýrisbólkur og ein politiskur fylgibólkur. Tá hon hevði fingið undirtøku í landsstýrinum í heyst at arbeiða víðari við málinum, segði Sirið Stenberg, at menningarætlanin fyri sjúkrahúsverkið hevur skund. Í januar vórðu seldir til samans 139 nýggir persónbilar. Tað eru 47 fleiri enn sama mánað í fjør, vísir eitt yvirlit frá Akstovuni. Uppskotið er sent til hoyringar, og almennur hoyringarfundur verður 17. februar. Hoyringarfreistin er til 4. mars. Lógin skal koma í gildi so skjótt, hon er lýst. United World College Red Cross Nordic bjóðar einum føroyskum skúlanæmingi, sum á sumri 2016 er liðugur í 1. flokki í eini gymnasialari miðnámsútbúgving, at taka eitt altjóða studentsprógv, kallað IB International Baccalaureate á einum altjóða studentaskúla í Dale í Noregi. Endamálið hjá skúlanum er at fremja altjóða sátt og semju í verki, og verður hetta millum annað gjørt við, at næmingar úr umleið 80 ymiskum londum búgva og lesa saman á skúlanum. Nærri upplýsingar um skúlan fáast við at venda sær til formannin í Føroysku UWC nevndini á telefon 555037 ella til lestrarvegleiðingina í skúlanum, har tú gongur. Lestrarvegleiðingin hevur fingið sendandi tilfar um United World College. Tú kanst eisini finna fleiri upplýsingar um skúlan á hesi heimasíðuni. Hon er ikki ókend í flokkinum, og nú er hon aftur har. Annika Olsen er aftur partur av Fólkaflokkinum og tingmanningini hjá flokkinum. Klokkan 10 08 sendi Fólkaflokkurin út tíðindaskriv til fjølmiðlarnar, uttan at flokkurin kortini segði, hvat flokkurin fór at boða frá á tíðindafundinum. Dagførda stevnuskrá floksins skal tryggja, at Fólkaflokkurin er fyri alt fólkið, leik sum lærd, ung sum eldri og aðalmálið verður eisini at byggja brýr millum útjaðara og miðøkið. Tað stendur millum annað í tíðindaskrivi, sum Jørgen Niclasen, floksformaður, sendi út aftaná tíðindafundin. Annika Olsen skal eisini hjálpa til at nútíðargera flokkin, sigur formaðurin Gerast skal ein nýtímansgerð av flokkinum við dagførdari stevnuskrá og bygnaði fyri flokkin. Annika Olsen fær ein týðandi leiklut í hesum arbeiði, serliga við atliti til Suðurstreym. Greinin heldur fram niðanfyri. Tá Annika Olsen tók seg úr Fólkaflokkinum eftir løgtingsvalið í september ljóðaði, at hon fór upp í Framsókn hjá Poul Michelsen. Tað gjørdi hon eisini. Á løgtingsfundinum 17. september kunngjørdi løgtingsformaðurin, Páll á Reynatúgvu, at Annika Olsen var partur av tingmanningini hjá Framsókn. Annika Olsen steðgaði kortini ikki leingi í Framsókn. Bara tríggjar dagar seinni boðaði Annika Olsen frá, at hon fór úr flokkinum, og var uttanflokkatingkvinna. Tað var um kvøldið 20. september í fjør heyst, at Annika Olsen boðaði fjølmiðlunum frá, at hon tók seg úr aftur Framsókn og tók sæti í Løgtinginum sum uttanflokkatingkvinna. Eg havi seinastu dagarnar verið undir ómetaliga stórum persónligum trýsti og ásanni, at tann tíð eg havi havt at umhugsa meg í, hevur verið alt ov stutt. Tað upplýsti Annika Olsen í tíðindaskrivinum , hon sendi út, samstundis sum hon fór undir heilt og ikki vildi tosa við fjølmiðlarnar í nógvar dagar. Mentamálanevndin hjá býráðnum bað Rúna Abrahamsen frá MAP Arkitektum um saman við nevndini at fyrireika og leggja til rættis útbyggingina. Ein arbeiðssetningur er orðaður. Í fyrstu atløgu er talan um barnaskúla, høli til tónleik og musiksskúla, heimkunnleika og felagsøki. Í aðru atløgu er talan um møguliga útbygging av framhaldsdeildini. Byggiskráin skal verða liðug fyri 1. juni í ár. Við byggiskránni sum grundarlagi verður so gjørd ein heildarætlan fyri framtíðar skúlan. Í bygginevndini eru Eyðun á Lakjuni, formaður í mentamálanevndini, hann er formaður, Ólavur Thomsen, skúlastjóri, Pætur Joensen, býarverkfrøðingur. Í nevndini eru eisini Rønn Eliassen, mentamálaleiðari, Fía Jacobsen, lærari, og Gudny Vang, skúlastýrisforkvinna. Rúni Abrahamsen, arkitektur, er ráðgevi hjá bygginevndini. Yrkingasøvnini Hvít sól eftir Lív Mariu Róadóttir Jæger og Opna eftir Marjuna Syderbø Kjelnæs verða ummæld. Bergur D. Hansen og Turið Sigurðardóttir hava lisið verkini. Vár B. Jacobsen og Noomi Reinert hava sæð sjónleikin Gittaristarnir , sum Klaksvíkar Sjónleikarfelag framførir, og Kinna Poulsen leiðir okkum gjøgnum framsýningina hjá Hanna Bjartalíð í Steinprenti. Fyri júst einari viku síðani kom út nýtt yrkingasavn eftir Marjuna Syderbø Kjelnæs. Savnið nevnist Opna og er skylt við tema í sangleikinum Kópakonan, sum Marjun skrivaði sangtekstir og søgugongd til, og sum Eivør gjørdi løg til og sang, tá ið Kópakonan varð framførd í Norðurlandahúsinum saman við DR big band og kóri fyri viku síðani. Fløga við sangunum kom samstundis sum yrkingasavnið kom út. Turið Sigurðardóttir, professari í bókmentum, hevur lisið savnið og ummældi tað í Mentanarkaf ini. Hesaferð verður kappingin vikuskiftini 13. 14. og 20. 21. mai. Trý tey fyrstu kvøldini eru innleiðandi umfør á skránni, finalan verður leygarkvøldið 21. mai. Tað er ymiskt, hvussu nógvir bólkar hava kappast á Sement. Lægsta talið er sjey, men tað hava eisini verið um 20 bólkar í kappingini. Bartal Augustinussen, fyriskipari, er sannførdur um, at kappingin er av týdningi og tørvur er á henni. Sjálvur hevur Bartal vunnið kappingina við bólkinum Guðrun og Bartal í síni tíð. Hini, sum hava vunnið, eru Sleepless Ghost, Hamferð, The Absent Silver King, Lyon og Konni Kass, sum vann Sement 2015. Lógin, sum skal hjálpa fólki í fátækraváða, kom í gildi á nýggjárinum. Stakir uppihaldarar við einum barni fáa 18.000 krónur um árið fyri fyrsta barnið, umframt 5.000 krónur fyri hvørt barn, sum er afturat tí fyrsta barninum. Hjá pørum við einum barni er familjuískoytið 22.000 krónur um árið, umframt 5.000 krónur fyri hvørt barn, sum er afturat fyrsta barninum. Tað sigur Rini Sivertsen, sjúkrasystir á einari á teimum trimum føðideildunum í landinum á Landssjúkrahúsinum í Havn. Hon sigur, at myndatøkan, og jagstranin eftir fullkomnu myndini av barninum, hevur stóran týðning fyri fólk. Barnið er ikki ordiliga føtt, fyrenn tað er á Facebook, sigur Rini Sivertsen, sjúkrasystir á Føðideildini á Landssjúkrahúsinum. Vinaliga leggið telefonina eftir í bilinum, ella ger hana ljóðleysa áðrenn tú heintar títt barn. Umleið soleiðis vóru boðini til foreldur fyri nøkrum árum síðani, tá tey komu á stovn eftir børnunum. Hetta tí, at alsamt fleiri foreldur tosaðu í telefon ímeðan tey heintaðu barnið aftaná ein langan dag á stovni. Vit vitja vøggustovu, og spyrja Jeanette Joensen, námsfrøðing, hvussu støðan er í dag. Vit hiitta eisini ein pápa, og Erla Højsted, sálarfrøðingur, greiðir frá, hvønn týdning nærvera millum foreldur og lítil børn hevur. Greinin og brotið frá TV2. Stutt fyri jól kom út yrkingasavn eftir Lív Mariu Róadóttir Jæger. Heitið á savninum, sum Mentunargrunnur Studentafelagsivs gav út, er Hvít sól. Í tíðindabrævi frá forlagnum stóð, at Lív ger við hesum savni hol í sjógvin í føroyskum skaldskapi. Yrkingasavnið er bæði øðrvísi, tí tekstirnir eru prosayrkingar, sum eru býttar í tíggju partar, men eisini tí at yrkjarin sýnir eina styrki og ein mátt í sínum framburði, sum ikki er gerandiskostur. Talan er um eitt merkistvert, spennandi og nýskapandi savn, sigur forlagið. Í Mentanarkaf ini tók Bergur Djurhuus Hansen, bókmentafrøðingur, savnið til ummælis. Sambært Torbjørn Kjus, oljuvinnugreinara, er einki sum bendir á, at gongdin við uppsagnum í norku oljuvinnuni fer at steðga í bræði. Tað eru ikki bara starvsfólk í oljuvinnuni, sum mugu svíða fyri lága oljuprísin. Størsta norska oljufelagið, Statoil, misti tilsamans 37 milliardir norskar krónur bara fjórða ársfjórðing í fjør. Hann vísir á, at kostnaðarstøði í oljuvinnuni er sera høgt, og tað kann vinnan sjálv leggja í eina nýggja legu fyri at tryggja áhaldandi virksemi í framtíðini. Norska stjórnin hevur higartil sýtt fyri, at lata almennan stuðul til bløðandi oljuvinnuna, men hevur tó verið noydd at hækka játtanina til arbeiðsloysisstuðul, tí uppsagnirnar hava verið so nógvar. Vit hoyra um Kuldakrákuna, sum er í føstulávintshýri. Eisini um heimasíðuna, at børn kunnu senda grýlumyndir inn. Síðani hoyra vit børn úr Sumba greiða frá teirra føstulávintshaldi. Jógvan á Lakjuni, fyrrverandi tingformaður, vísir aftur, at stórar fyritøkur leggja so stórt trýst á tingfólk, sum tingformaðurin Páll á Reynatúgvu heldur, og sum hann vísti á í Radaranum í gjár. Fólkaflokkurin vil nútímansgera stevnuskránna, sigur Jørgen Niclasen, formaður, men líkt er ikki til, at nøkur broyting fer at henda, sigur Árni Gregersen, politiskur viðmerkjari. Trúðvirðið hjá Anniku Olsen hevur fingið óbótaligan skaða, nú hon hevur skift flokk fleiri ferðir seinastu seks mánaðirnar, heldur hann. Jacob Vestergaard, tingmaður fyri Fólkaflokkin, hevur ikki fult álit á Anniku Olsen, nú hon kemur aftur í Fólkaflokkin. Hon hevur sett seg sjálva framum Fólkaflokkin, heldur hann. Hvat er best hvar, hvussu samskipa vit arbeiðið soleiðis, at vit fáa brúkt allan kapasitetin til fulnar og hvussu skulu fíggjarviðurskiftini millum sjúkrahúsini skipast í framtíðini Hetta er nakað av tí, sum ein stórur verkætlanarbólkur skal finna útav. Bólkurin fór til verka í dag. Annika Olsen samskifti við Framsókn um at fara uppí aftur Framsókn, áðrenn hon tók avgerð um at fara í Fólkaflokkin aftur. Tað váttaði hon í Degi og Viku í kvøld. Skráin fyri vitjanina er ikki kunngjørd enn. Kongshúsið kunngjørdi í gjár tær tríggjar ferðirnar, sum kongsskipið Dannebrog ger í summar. Á øllum ferðunum verður drotningin einsamøll. Heindrikur prinsur fer ikki við, og heldur ikki synirnir hjá teimum ella onnur í familjuni. Eilif Samuelsen arbeiddi eitt summar í 50 unum hjá SEV. Teir løgdu SEV linjuna millum Saksun og Haldórsvík. Hetta var strævið lív, tí tað regnaði hvønn einasta dag, og tað var trupult og vandamikið at arbeiða í hæddunum í vindi og ruskveðri. Eilif gekk á fjall í Saksun í meir enn fimmti ár. Í útivið 40 ár høvdu hann og aðrir seyð í vestara Bergi. Seinastu árini hevur Eilif eitt nú lagt seg eftir at týða heimsspekiligar bókmentir. Í sendingini tekur hann saman um hetta ítrivið og læruna av tí, sum Sokrates, Platon, Aristoteles og aðrir heimspekingar borðreiddu við. Um Løgtingið samtykkir lógarbroytingina hjá landsstýriskvinnuni í orkumálum, Sirið Stenberg, sum ger, at SEV kann geva teimum avsláttur, sum brúka streym í staðin fyri olju og bensin, verður bíligari streymur um náttina partur av tí, sigur stjórin í SEV, Hákun Djurhuus. Verður uppskotið hjá Sirið Stenberg samtykt, kemur SEV longu í vár við einari royndarskipan um avsláttur fyri tey, sum hita húsini við streymi og koyra í el bili. Men boðini til partaeigarnar eru framvegis tey, at eingin vissa er fyri, at tað fer at lukkast at bjarga felagnum. Tí kann endin gerast tann, at felagið kemur undir umsiting, fer í gjaldsstegð, ella verður endurskipað. Partabrævið í Atlantic Petroleum kostaði í gjár 6,10 krónur í keypsskálanum í Keypmannahavn og 6,65 krónur í keypsskálanum í Oslo. Ein kostnaðarmeting sigur, at arbeiðini kosta í ár tíggju milliónir og 250.000 krónur Pengarnir verður tiknar av tí, sum kommunan eigur á bók. Við eykajáttanini í ár kemur íløgan í havnina í Fuglafirði upp í 21 milliónir krónur í ár og í fjør. Talan er um tríggjar íløgur. Øki skulu gerast til Vónina og siloir hjá Havsbrún og bryggja til frystiskip. Elsebeth Mecedis Gunnleygsdóttir í Fólkaflokkinum hevur boðað frá einum skrivligum fyrispurningi til Eyðgunn Samuelsen, landsstyriskvinnu í almannamálum. Elsebeth Mecedis Gunnleygsdóttir spyr, hvør hevur ábyrgdina av Eirargarði 14 og 16, og visti avvarðandi myndugleiki, hvørjum standi húsini vóru í, tá búfólkini vórðu flutt. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir spyr eisini Eyðgunn Samuelsen, um hølini, sum búfólkini nú eru flutt í, hóska til tørvin hjá teimum, og er Eirargarður 14 í betri standi enn nummar 16, sum tey eru flutt úr. Sambært starvsfólki á stovninum var henda flytingin at fara úr øskuni í eldin, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir í viðmerkingunum til fyrispurningin. Løgtingið fer á einum seinni fundi at taka støðu til, um fyrispurningurin skal svarast. At fasta, ganga grýlu eru aldargamlir siðir. Úti í heimi hava tey risastór karneval og maskeradir í katólskum londum, har nógv ikki eta kjøt í føstu. Tá tað er føstulávint, so halda fólk sær at gaman, eta gott og dansa og so kemur føstan við afturhaldi, ongum kjøti og tøgn til várið er her og páskirnar við eggum, gróðri og lívið. Menniskjan hevur brúk fyri slíkum skiftissiðum, so dagur ikki bara dettur av degi. Stafettina hevur Sylvia Thomsen. Hon er gift, eigur fýra børn og starvast sum sjúkrarøktafrøðingur. Niels Midjord hevur í nøkur ár arbeitt við eini verkætlan, sum hann nú gevur út. Faðir vár sálmarøðin hjá Mikkjali á Ryggi sungin til føroysk fólkaløg eitur verkætlanin, talan er um verk við bæði tónleikafløgu og DVD útgávu. Um vikuskiftið hava tey tvær konsertir. Tann fyrra er leygardagin í Miðvágs kirkju leygardagin klokkan 16.00. Tann seinna er í Norðurlandahúsinum sunnudagin klokkan 16. Síðani verður farið runt landið á hesi støð Leygardagin 13. februar í Gøtu klokkan 16 Sunnudagin 14. februar á Viðareiði klokkan 16 Leygardagin 20. februar í Kvívík klokkan 16 Sunnudagin 21. februar á Sandi klokkan 15 Leygadagin 27. februar í Hvalvík klokkan 16 Sunnudagin 28. februar á Nesi klokkan 16 Tað segði Jacob Vestergaard, løgtingsmaður, tá Løgtingið hósdagin umrøddi nøkur tilmæli frá Útnorðurráðnum. Hann vísti á, at eitt av tilmælunum er um felags fiskivinnusamstarv, har víst verður á, at londini standa seg betur, um talan er um eitt felags fiskivinnusamstarv. Men tí er Jacob Vestergaard als ikki samdur í. Sunnuva Bæk hevur lisið og starvast í Onglandi í tíggju ár, men í summar fluttu hon við enska manni sínum og tvey ára gomlu dóttur teirra til Føroyar at búgva. Argjamaðurin Óli Edvard Olsen tók sær ítróttarliga partinum, greiddi frá amerikonskum fótbólti, hvussu tað er skipað og hví tað hevur so stóran áhuga millum fólk, meðan Sebastian Eriksen tók sær av restini, tað vil siga greiddi frá sosialu samveruni kring Super Bowl finaluna, fortaldi um matvanarnar kring finaluna í amerikonskum fótbólti og, ikki minst, borðreiddi hann við bourbon cupcakes við whisky glaseraðum bacon og øðrum góðum. Argjamaðurin Óli Edvard Olsen tók sær ítróttarliga partinum, greiddi frá amerikonskum fótbólti, hvussu tað er skipað og hví tað hevur so stóran áhuga millum fólk, meðan Sebastian Eriksen tók sær av restini, tað vil siga greiddi frá sosialu samveruni kring Super Bowl finaluna, fortaldi um matvanarnar kring finaluna í amerikonskum fótbólti og, ikki minst, borðreiddi hann við bourbon cupcakes við whisky glaseraðum bacon og øðrum góðum. Umhvørvisstovan gjørdi í síðstu viku tær fyrstu uppmátingarnar til Eysturoyartunnilin. Uppmátingarnar verða grundarlag undir øllum øðrum uppmátingum tá tunnilin verður gjørdur. Til samans hevur Umhvørvisstovan uppmátað seks fastapunkt til tunnilin tvey við tunnilsmunnanar á Hvítanesi, Strondum og í Runavík, skrivar Umhvørvisstovan á heimasíðuni. Tað hevur stóran týdning, at uppmátingarnar eru so neyvar sum til ber, tí tær verða grundarlag undir øðrum uppmátingum tá tunnilin skal gerast, sigur Umhvørvisstovan. Tøknin, sum hevur verið brúkt til hinar tunlarnar í landinum, er ikki so neyv. Tí hevur Umhvørvisstovan valt at brúka nýggja tøkni, ið er neyv upp á millimeturin. Hetta er fyrstu ferð í Føroyum, at uppmátingar til ein tunnil verða gjørdar við nýggju tøknini, har fýra ymiskir GPS ar verða brúktir til hvørja uppmáting fyri at tryggja neyvleikan. Umhvørvisstovan uppmátar bara sonevndu fastapunktini til Eysturoyartunnilin, meðan onnur taka sær av uppmátingini í tunlinum, tá tað arbeiðið einaferð byrjar. Talan verður um ein søguligan fund, tí hetta er fyrstu ferð síðan rómverska eindarkirkjan fór í tvíningar, í 11. øld, at kirkjufedrarnir í eysturlendsku ortodoksu kirkjuni og vesturlendsku katólsku kirkjuni fara at hittast. Pávin og patriarkurin fara á fundinum, sum verður á Kuba, millum annað at umrøða forfylging av kristnum. Tær báðar kirkjunar siga í felags fráboðan, at fundurin er týðandi stig í viðurskiftunum millum ortodoksu kirkjuna og katólsku kirkjuna. Síðan Frans pávi tók við embætinum fyri næstan trimum árum síðan hevur hann áhaldandi roynt at bøta um umdømið hjá katólsku kirkjuni kring allan heim. Umframt at taka upp samband við ortodoksu kirkjuna, hevur hann blíðkað tónan móti fráskyldum katolikkum, samkyndum og kravt meiri gjøgnumskyngi í umsitingini av Vatikanstatinum. Um einstøk seráhugamál hava ov stórt vald á lóggevarar á løgtingi, so kann politiska skipanin takka sær sjálvari fyri skilið. Hetta sigur Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, sum mælir til at skúla tingfólk betur og annars at halda tær reglur, sum eru á økinum Gestur Hovgaard, lektari í samfelagsfrøði tekur undir við stjóranum í vinnuhúsinum, tá hon sigur, at skipanin sjálv eigur at styrkja seg mótvegis lobbyismu og skúla politikarar til at standa ímóti, um tað er neyðugt. Lobbyisma ein náttúrligur partur av politikki, men fáa lobbyistar ov nógv vald, er vandi fyri, at fáar stórar fyritøkur fáa ov nógv vald. Stjórin á Føroya nógv størstu fyritøku, Bakkafrost, kennir seg ikki aftur í pástandinum hjá løgtingsformanninum um, at stóru fyritøkurnar hava ov stórt politiskt vald. Teitur ger erliga tónlist, ið ikki kennir nøkur mørk. Tað sigur kendi amerikanski tónlistamaðurin Matthew E. White. Í annaðkvøld spæla Teitur og Matthew konsert saman í Forbrændingen í Albertslund. Konsertin er úrslitið av verkætlanini Suburban Summit ella forstaðarfundur. Teir báðir tónleikararnir, sum ikki kendust áðrenn, fingu eina viku at skapa nakað heilt nýtt. At gera smærru tunlarnar kann ikki bíða, til teir stóru eru lidnir, tí so doyggja bygdirnar út, sigur Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum. Allir verða ikki gjørdir í senn, men tað hevur týdning at fólk ikki missa vónina og rýma. Tá er tunnilin óneyðugur, sigur landsstyrismaðurin. Í fyrru atsóknini varð hald lagt á eina hamp plantu, sum varð fjald í einum skápi. Skápið var eitt nú innrættað við viftu, ljósi og tæðingarskipan. Í seinnu atsóknini varð hald lagt á størri nøgdir av hasji. Talan var um hamp, sum hekk til turkingar og nýupptiknar plantur, sigur Hildur Hentze, dagligur leiðari á kriminaldeildini hjá løgregluni. Tað var gjøgnum kanningararbeiði hjá løgregluni í øðrum rúsevnismálum, at komið varð frá á hesi bæði støðini, sigur Hildur Hentze. Skulu vit eta og drekka ókeypis meðan vit flúgva millum lond Síðani tað frættist í gjár at leiðslan í Atlantic Airways ætlar at leggja eitt gjald á mat og drekka umborð, hevur orðaskiftið verið lívligt, tí leiðslan nú ætlar at broyta eina 28 ára gamla siðvenju. Vit hava spurt fólk, hvat tey halda. Í fyrilestrinum greiddi Jógvan í Lon Jacobsen frá kanning um broytingar í bygdarmálum. Kanningin byrjaði í fjør og heldur fram í ár. Annar parturin er at samanbera gamlar og nýggjar upptøkur av bygdarmálum, har tað ber til at staðfesta møguligar broytingar í veruligari tíð. Hin parturin er ein hugburðskanning, sum kann geva ábendingar um orsøkir til málbroytingar. Umframt at undirvísa og granska hevur Jógvan í Lon Jacobsen verið orðabókaritstjóri og formaður í føroysku málnevndini. Spurningarnir snúgva seg um konuna, sum er so óvinarlig at maðurin hevur hug til at fara, um hvat man skal gera, tá man finnur eina mynd av einari hálvnaknari damu á telduni hjá manninum, um kjakmentan á Facebook tá tað snýr seg um flóttafólk og ókendi spurningurin snýr seg um list. Tað er longu greitt, at Annika Olsen fær sæti í Uttanlandsnevndini fyri Jákup Mikkelsen, og hon fær eisini sessin hjá Jørgeni Niclasen í bólkinum, sum er settur at nýskipa pensjónsviðurskiftini. Arktiska ráðið samtykti at útseta viðgerðina av øllum umsóknum um eygleiðarstøðu í ráðnum, til ráðharrarnir londunum, sum manna ráðið, hava fund á vári í 2017. Útnorðurráðið heldur, at møguleikar eru hjá stjórnunum, landsstýrunum og tingunum í útnorði at vísa, at tey at taka undir við umsóknini. Útnorðurráðið sigur í umbønini til Arktiska ráðið, at eygleiðarastøðan er týdningarmikil liður at styrkja samstarvið millum londini í arktiskum málum, og at fremja støðuna hjá Útnorðurráðnum í sambandi við altjóða samstarv um arktisk mál. Í minsta lagi 11 fólk, teirra millum eitt pinkubarn, lótu lív, tá ein bygningur í 17 hæddum hæddum rapaði í teivanska býnum Tainan í gjárkvøldið eftir harða jarðskjálvta í býnum. 60 íbúðir vóru í bygninginum, og umleið 240 fólk búðu í teimum. Fýra aðrir bygningar í býnum eru eisini rapaðir. Stúrt verður fyri, at fleiri liggja deyð í húsatoftunum. Jarðskjálvtin varð tíðliga í morgun, og hann varð mátaður til 6,4 á richtertalvuni. Meiri enn 500 fólk hava verið til kanningar á sjúkrahúsi, men tey flestu eru nú útskrivað. Jarðskjálvtin hevði miðdepil góðar 40 kilometrar í landsynning úr Tainan, har tvær milliónir fólk búgva. Vandi er tó ikki fyri, at jarðskjálvtin fer at elva til eina flóðaldu, siga myndugleikarnir. Tí hevur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir í Fólkaflokkinum boðað frá einum skrivligum fyrispurningi til Høgna Hoydal, landsstýrismann, um minstulønina. Minstiforvinnurin er í løtuni 18.000 krónur um mánaðin, og frítiðarløn verður ikki roknað av minstaforvinninginum. Eitt hugsað dømi kann vera, at útróðrarmaður hevur ein fiskipart, sum er 12.000 krónur um mánaðin. Forvinnur hann eitt nú 6.000 krónur um mánaðin aftrat á landi, verður mánaðarliga inntøkan ikki 24.000 krónur, tí tær 6.000 krónurnar verða mótroknaðar í minstaforvinninginum, og tí verður inntøkan bara 18.000 krónur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir vísir á, at almenna fátækramarkið í Føroyum fyri pør við tveimum børnum er 20.677 krónur og fyri pør við fýra børnum 26.585 krónur. Hesar upphæddir eru allar netto, tí skatturin er goldin. Tí liggur minstaforvinningurin hjá útróðrarmanninum tætt við ella á fátækramarkinum, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir. Hon spyr Høgna Hoydal, um ætlanin er at hækka mánaðar liga minstaforvinningin hjá útróðrar monnum, ella at hækka markið fyri mótrokning av inntøku á landi. Eisini verður spurt, um ætlanin er at veita frítíðarløn av minstaforvinninginum hjá útróðrarmonnum. Løgtingið fer á fundi mikudagin at taka støðu til, um fyrispurningurin skal svarast. Føroysku línuskipini á Flemish Cap hava framvegis góðan fiskiskap, upp í 10 tons um samdøgrið, og gongst sum ætlað fara øll skipini væntandi at sigla heim fyrsta dagin. Mitchell var rúmdarmaðurin, sum gekk longsta teinin á mánanum, og hann hevði eisini metið sum tann, ið var longst á mánanum, tilsamans 33 tímar. Edgar Mitchell var sætti rúmdarmaðurin, sum setti fótin á mánan, og hann savnaði umleið 80 pund av gróti og øðrum tilfari á mánanum. Hann hevur sagt, at hann gjørdist hugtikin av tilveruni sum rúmdarmaður, tá John F. Kennedy, forseti, tíðliga í sekstiárunum kunngjørdi, at hann ætlaði at seta fólk á mánan. Fyrisitingin í løgtinginum fer í næstu viku at skriva løgfrøðiliga uppritið, sum Vinnunevndin hevur biðið um í sambandi við uppskotið frá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, um millum annað at selja fisk á uppboðssølu. .Bjarni Hammer, formaður í vinnunevndini, sigur, at hann væntar at fáa uppritið seinnapartin í næstu viku, og nevndin fer væntandi at leggja álit fyri løgtingið í aðru viku. Verður neyðugt at biðja um loyvi at leingja freistina at leggja álitið fram eina ferð aftrat, verður tað gjørt, sigur Bjarni Hammer. Reiðarafelagið hevur fingið tveir løgfrøðingar at meta um uppskotið frá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, og sambært uppritinum frá teimum, kann landsstýrið verða stevnt eftir endurgjaldi fyri mist fiskirættindi, sum reiðararnir siga seg eiga til 1. januar 2018. Sum skilst er vinnunevndin liðug at skriva álit til uppskotið, men kanska verða smávegis broytingar gjørdar í álitinum, tá nevndin hevur fingið uppritið frá fyrisitingini í løgtinginum. Tað skilst, at samgonguflokkarnir, sum eru í minniluta í nevndini, góðtaka bara, at ein avmarkað nøgd av svartkjafti verður seld á eini royndaruppboðssølu. Tað upplýsir guvernørurin í turkiska marknabýnum Kilis fyri Reuters. Sostatt er talið á sýriskum flótttafólkum við turkiska markið tvífaldað seinasta samdøgrið. Guvernørurin segði tíðindafólkum, at hann væntar, at 70.000 sýrar aftrat fara at flýggja undan sýriska herinum og russisku loftálopunum. Turkaland hevur sýtt fyri at lata marknaliðið við Kilis upp. Í staðin fáa flóttafólkini mat, teppi og innivist sýrisku megin markið. Men turkiski uttanríkisráðharrin vissar um, at marknaliðini eru opin fyri teimum mongu, sum eru flýdd undan bumbuálopunum í sýriska býnum Aleppo. Myndir, sum fylgisveinar hava tikið, vísa nógv virksemi við Sohae rakettstøðina í Norðurkorea. Hildið verður, at myndirnar vísa tangabilar lata brennievni í eina rakett. Norðurkorea sigur, at rakettin skal skjóta ein fylgisvein til friðarlig endamál út í rúmdina. Norðurkoreanskir myndugleikar hava boðað ST frá, at rakettin verður skotin út millum 8. og 25. februar. Eingin skal ivast í, at okkara deildir eru til reiðar at verja USA og okkara sameindu, Suðurkorea og Japan, sigur ein talsmaður fyri amerikanska kyrrahavshervaldið. Í gjár tosaði Barack Obama, forseti, við kinesiska starvsbróður sín, Xi Jinping, um málið. Sambært Hvítu húsunum eru báðir forsetarnir á einum máli um, at hetta er ágangandi og ávirkar tryggu støðuna í økinum. Annars hava USA og Kina ikki drigið eina línu í spurninginum, hvussu farast skal fram í viðurskiftunum mótvegis Norðurkorea. Kinesisku leiðararnir siga, at neyðugt er við dialogi, men amerikanarar harafturímóti vilja hava strangari altjóða tiltøk set í verk. Tað ber í sær, at Manu Sareen, fyrrverandi kirkjumálaráðharri, skal møta í rættinum í mars mánaði at greiða frá tilgongdini at samtykkja lógaruppskotið. Manu Sareen boðar sjálvur frá hesum á sínum Facebook vanga. Tað er felagsskapurin, Við grundlóg skal land byggjast, sum hevur stevnt kirkjumálaráðnum. Síðani juni 2012 hevur borið til hjá samkyndum at verða vígd í kirkjum í Danmark. Fólkatingið samtykti 7. juni í 2012 eina lóg um vígsluritual fyri pør av sama kyni. Manu Sareen skrivar á Facebook vanganum Kærleikin vann stríðið, tá samkynd fingu rættin at verða vígd. Tað var ein sigur fyri Danmark, fyri fjølbroytnið og danska frælslyndið, sigur hann. Ein rakett, ið ber langt, varð sunnunáttina skotin út í rúmdina úr Norðurkorea, skriva útlendskir miðlar sambært tíðindastovuni, Reuters. Uppskjótingin er ikki fallin í góða jørð hjá fleiri av heimsins leiðarum, ið frammanundan høvdu biðið Norðurkorea um ikki at skjóta rakettina upp. Hendingin er ágangur, er skoðsmálið úr Hvítu húsunum, meðan forsætisráðharrin í Japan sigur, at hendingin als ikki skal góðtakast. Hóast Norðurkorea sigur, at ein fylgisveinur var umborð á rakettini, halda eygleiðarar, at rakettin er skálkaskjól í royndini at menna tøkni til onnur, vandamikil vápn. Ein duravørður í Havn fekk smærri snuddir, tá ein maður skallaði hann uttan fyri eitt skeinkistað um fýratíðina í morgun, upplýsir vakthavandi á politistøðini í Havn. Maðurin, ið skallaði, varð handtikin, og verður í løtuni avhoyrdur á politistøðini. Duravørðurin, ið varð skallaður, skal eisini avhoyrast í málinum seinni. Og í Eysturoynni varð ein maður tikin fyri at koyra ávirkaður. Tað hendi í Leirvík um sekstíðina í morgun, upplýsir vakthavandi á politistøðini í Havn. Klokkan 15 spælir Neistin móti STÍF í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn. Tá tann dysturin er liðugur, verður tann seinna av teimum báðum seinnu hálvfinalunum í steypakappingini Fleiri sjónarváttar í Danmark hildu seg síggja ljósglæmuna frá einum torusteini, ið datt niður onkra staðni í Sælandi í nátt, skrivar DR. Hóast tað ikki var heilt klárt á luftini, var einki at ivast í, at hetta var ein torusteinur, sigur ein sjónarváttur sambært heimasíðuni hjá DR. Meðan fleiri sjónarváttar hava greitt frá, hvat teir sóu í nátt, sigur onkur seg eisini hava upptøkur frá í nátt, tá torusteinurin datt niður. Sambært Johan Peter Uldall Fynbo, professara á Niels Bohr instituttinum í Keypmannahavn, var tað ein torusteinur, sum danir søgdu seg síggja í nátt. Fleiri hava lagt merki til eitt buldur og eitt bjart ljós. Tað er ein eldkúla ella eitt stórt stjørnuskot, sigur professarin sambært Politiken. Í miðal detta torusteinar niður í Danmark tvær ferðir um árið. Granskarar vóna, at torusteinurin, ið helst er til støddar sum ein hondbóltur, verður funnin. Tvey fólk, ið starvast á einum flogvølli í Somalia, eru handtikin eftir, at hol varð sprongt í síðuna á einum ferðafólkaflogfari í síðstu viku. Tey bæði fólkini eru undir illgruna fyri at hava verið við í eini yvirgangsætlan, tá ein bumba sprongdi hol í síðuna á flogfarinum, meðan tað var í luftini. Tvey ferðafólk fingu skaða, og eitt annað ferðafólk, ið hildið verður var bumbumaðurin, doyði, tá bumban brast í flogfarinum, sum var tríggjar fýra kilometrar uppi í luftini. Vit hava fingið váttað, at tað var ein bumba, ið sprongdi hol á skrokkin á flogfarinum, segði ein talsmaður hjá stjórnini í Somalia við fjølmiðlar sunnudagin. Ætlanin var, at øll ferðafólkini, ið vóru við flogfarinum hjá Daallo Airlines úr Mogadishu til Saudiarabia, skuldu doyggja í atsóknini, sigur ein talsmaður hjá forsætisráðharranum. Upptøkur frá einum flogvølli vísa, at tað vóru tvey starvsfólk á flogvøllinum, ið hjálptu bumbumanninum at fáa fartelduna við bumbuni í flogfarið, siga myndugleikarnir. Tað er nú greitt at tað vera Neistin og H71, sum spæla steypafinaluna hjá monnum í hondbólti. Og í kvinnufinaluni bresta Neistin og V F saman. Tá ítróttartíðidini vóru í luftini í dag, var enn ikki avgjørt um tað varð H71 ella KÍF sum skuldi møta Neistanum leygardagin. Torbjørn Mikkelsen fylgdi dystinum meðan sendingin var. Í báðum mansfinalunum eru tað tey liðini sum taptu fyrra dystin, sum siðani vunnu seinnu finaluna og plássið í finaluni. Hjá kvinnum var nakað øðrvísi, Neistin vann fyrra dystin, tapti seinna dystin fyri Kyndli, men málmunurin var við Neistakvinnunum. VÍF vann báðar hálvfinalurnar á ST F, men fyrri dysturin var tepur, og í gjár sá leingi út at ST F hevði annað beinið í finaluni. Marianna H. Jacobsen er til reiðar at møta Neistanum, og trýr uppá ein sigur til VÍF. Men tað ger Marjun F. Damberg eisini, sum saman við Neistanum hevur nógv fleiri royndir við eini steypafinalu. 15 nýggj innandurða met eru sett í Íslandi, tað eru okkara dugnaligu íðkarar í frælsum ítrótti, sum veruliga hava víst sínar dygdir. Serliga má man siga at Tórur Mortesen er í serflokki. Hann hevur tikið trístøkk lopið hjá Øssur Debess Eiriksfoss frá Bermuda og er í løtuni nummar eitt á styrkislistanum í Danmark. STÍF tapti seinnu hálvfinaluna 27 19 og fekk í veruleikanum ein avsmurning í seinna hálvleiki móti Neistanum. Finaludreymurin er brostin á Skála, tí hetta var møguleikin hjá STÍF at bjarga kappingarárinum 2015 16. Hóskvøldið sá tó gott út, tí STÍF vann við fýra málum á Neistamonnum í fyrru hálvfinaluni. Men Pole Hansen, venjari, var bangin fyri at teir høvdu vunnið sær sætið í finaluni áðrenn seinna hálvfinalan var spæld. Og tað var júst tað sum hendi, hóast hann hevði brúkt orku uppá at seta leikararnar rætt upp til dystin. Pole Hansen kallar hálvfinalutapið eina skandalu. Finalan verður av ongum fyri ST F í ár, tí í gjár tapti kvinnuliðið fyri V F. ST F tapti 23 21, og fyrra dystin tapti ST F tepurt, 20 19. Men leingi sá gott út hjá ST F, sum var á odda heilt til seinni hálvleikur var hálvliðin. Hálvleiksstøðan var 10 12 til Neistan, men í seinna hálvleiki kom verulig gongd á álopsspælið hjá Neistanum, sum skoraði meðan STÍF misnýtti sínar møguleikar. Neistin royndi seg við einum eyka útispælara, tá Terji Mørk spældi í málsmansblusu. Hetta riggaði sera væl eina løtu, sum gav Neistanum eina oddaleiðslu. Vit fingu eitt heilt stutt prát við Andras Joensen, sum er ein av berandu orkuni hjá Neistamonnum. Hann var sera eyðsýndur í finaluni í fjør, tá Neistin tapti fyri VÍF. Hoyr Andras Joensen greiða frá hví, at munurin var so stórur í dag í mun til fyru hálvinaluna hóskvøldið. Millum tey heilt stóru metini, er trístøkk gullmetið hjá Tóri Mortensen. Ítróttarúrmælingurin Øssur Debess Eiriksfoss átti metið frammanundan og tað var 14,05 metrar. Í gjár varð metið tikið av 17 ára gamla Tóra Mortensen, hann leyp trístøkk 14.45 metrar. Hann tók við hesum eisini uttandurðametið hjá Øssur, sum varð sett við einum silvurheiðursmerki til oyggjaleikirnar á Bermuda í 2013. Tórur Mortensen er ein av okkara bestu íðkarum innan frælsan ítrótt. Hann vann silvur til DM og ÍsIM fyri vaksin í summar. Hann hevur lagt ein heilan metur afturat sínum besta lopi í 2015, sum var fyri danska u 20 landsliðið. Hann er somuleiðis eisini ein metur betri enn besti íslendingurin. Sjónband frá trístøkk lopinum hjá Tóri kann síggjast á heimasíðuni, og eisini ber til at lesa um øll hini metini, sum íðkararnir hava sett í Reykkjavík. Norðurkorea sigur, at rakettin var ein fylgissveinur, sum varð sendur í ringrás um jørðina. Fleiri hava kortini ilt við at trúgva tí, Norðurkorea sigur. Flest øll tykjast samd um, at Norðurkorea í veruleikanum royndarskeyt eina langtberandi rakett, sum er ætlað til hernaðarlig endamál. Stutt eftir fráboðanina um rakettina, fór Trygdarráðið hjá ST á bráðfund í New York. BBC skrivar, at eftir fundin søgdu umboð fyri ráðið, at allir limirnir fordøma hvassliga royndarskjótingina. Trygdarráðið umrøddi eisini, hvørjar avleiðingar rakettin eigur at fáa fyri Norðurkorea, og sambært amerikonsku ST sendikvinnuni, Samanthu Powers, fer altjóða samfelagið at herða revsitiltøkini móti Norðurkorea. Higartil hava revsiátøkini móti Norðurkorea ikki fingið landið at gevast við at menna kjarnorkuvápn og langtberandi rakettir, og tí mugu tey herðast, segði japanski ST sendiharrin við BBC eftir fundin í gjár. Fallandi oljuprísirnir, ið skaka oljuvinnuna, raka bretsku oljuvinnuna í Norðsjónum meint. Tað heldur ein greiningarfyritøka, ið The Guardian endurgevur. Væntandi hvørva 146 bretskir boripallar í Norðsjónum frá 2019 2026. Tað er umleið 25 prosent, sigur greiningarfyritøkan, Douglas Westwood, sambært bretska blaðnum. Bretska stjórnin hevur longu gjørt av at stuðla bretsku oljuvinnuni í Norðsjónum við trimum milliardum krónum. Tað verður gjørt í vónini um at varðveita arbeiðspláss. Seinni í hesum mánaðinum gevur bretska greiningarfyritøkan, Douglas Westwood, út eina nýggja forsøgn, ið greinar tølini fyri oljuvinnuna í Norðsjónum nærri. Tað er ikki bara í Evropa, at oljuvinnan er illa kroyst. Í 2015 fóru 41 amerikonsk oljufeløg á húsagang . Amerikanski tjóðbankin væntar, at gongdin heldur fram eisini í 2016. Føroyski leikbólkurin, Det Fer sche Compagnie, er boðin til Bogota í Kolumbia at luttaka í stórum sjónleikafestivali. Tað svarar til, at ein bólkur spælir á Orange Scene á Roskilde Festival, sigur Kristina Sørensen Ougaard, leikari. Hesa ferð hoyra vit millum annað lagið Gammeldags Galopp við Berg og Jacobsens Dansiorkestur, og I Vettabergets skugga við Andrew Walter og Majken Carlsson. Lagt til rættis Hanna og Terji Jacobsen. Granskarar á universitetssjúkrahúsinum í Z rich í Sveis og medisinska universitetinum í Wien í Eysturríki hava gjørt líkskurð í heilanum hjá sjey deyðum fólkum, sum høvdu Creutzfeldt Jakob sjúkuna. Men fimm av sjúklingunum høvdu tekin um byrjandi Alzheimers. Millum annað varð funnið ein skón av beta amyloid, sum við tíðini fer at klumpa seg saman og niðurbróta heilakyknur. Sjúklingarnir høvdu tað til felags, at teir, fyri meira enn tíggju árum síðani, høvdi ligið undir skurði, har teir høvdu fingið ísett heilahindur frá deyðum donorum, skrivar nature.com Granskarar halda tí, at tú kanst verða smittaður av Alzheimers eftir eina transplantatión í heilanum. Úrslitini skulu tvinnast saman við ein uppriti, sum varð útgivið í september 2015. Har fingu bretskir granskarar nøkulunda somu úrslit eftir slíkar kanningar. Granskarar leggja tó dent á, at orsøk er at halda, at Alzheimers kann smitta við vanligum sambandi. Tað hendur sjáldan og bara við heilt serligum tilburðum. Samstundis verður gjørt vart við, at granskað framvegis verður innan økið, og tí er tað ov tíðliga at gera størri niðurstøður. Team Rynkeby er eitt norðurlendskt vælgerðar súkklulið, sum á hvørjum ári súkklar til París at savna inn pening til børn við krabbameini og familjur teirra. Team Rynkeby súkklar til París fyri 15. ferð frá 9. 10. juli til 16. juli 2016. Verkætlanin hevur 1.600 súkklarar og 400 hjálparar javnaðar út á 38 lið úr fimm londum. Danmark hevur 18 lið, Svøríki hevur 11 lið, Finnland fýra lið, Noreg fýra lið og úr Føroyum ferð eitt lið. Tað kom røringur í, í einum skúla í suður India, um vikuskfitið, tá ið vaktarmenn sóðu í vakmyndatólunum, at ein leopardur kom spakandi inn í skúlan. Danska lógin er annars fyrimynd hjá arbeiðsbólkinum, sum í fjørsummar mælti landsstýrinum til at herða reglurnar, so upplýsingar í ílegunum um arvaligar sjúkur hjá føroyingum, verða vardar. Vit høvdu stákast til brúdleypið í nakrar vikur, og tí helt eg, at eg sikkurt bara var eitt sindur strongd av tí, fortelur Elisabeth Christansen og leggur afturat Eg plagdi at venja, men eg legði til merkis, at eg orkaði ikki at røra meg meir enn í fáar minuttir, og so kikkaði eg eftir ondini og mundi svímað, sigur Elisabeth Christiansen. Fáar dagar eftir brúdleypið versnaði heilsustøðan. Hon helt, at hon møguliga hevði fingið lungnabruna og fór tískil til lækna. Hjá læknanum fekk eg ein hvøkk, tí tá læknin hevði kannað meg, segði hann, at eg ivaleyst hevði ein álvarsaman hjartafeil, og sum støðan var, kundi eg fáa hjartasteðg hvørja løtu, sigur Elisabeth Christiansen. Í Vegamótinum fortelur Elisabeth Christiansen, hvussu allar ætlanir og lívið sum heild broyttust fullkomiliga, tá hon fekk staðfest hjartafeilin á vári í fjør. Vandin við valstøðum, har fáir veljarar eru, er tann, at illa ber til at velja loyniliga. Eru fáir veljarar, ber til at eyðmerkja atkvøðurnar. Verandi skipan við ongum lágmarki tryggjar ikki loyniliga atkvøðugreiðslu, tí nógv valstøð hava fáar veljarar. Á okkurt um triðja hvørjum valstaði eru færri enn hálvthundrað veljarar. Sambært einum uppriti, sum Poul Christoffur Thomassen, aktuarur, gjørdi um løgtingsval á sumri 2013, skal hvørt valstað hava í minsta lagi millum 175 til 230 veljarar. Tá kann væntast, at atkvøðurnar eru 150 til 200. Men í lógaruppskotinum, sum nú er sent til hoyringar, er lágmarkið 100 veljarar. Á smærri valstøðunum hendir ofta, at flokkar fáa eina ella tvær atkvøður. Á hesum valstøðum kann tá vera gjørligt at rokna út, hvør hevur atkvøtt hvat, tí so fáar atkvøður eru, skrivar Poul Christoffur Thomassen. Í løgtingsvallógini er ásett, at einki valstað kann hava færri enn tíggju veljarar. Enn hevur lógin um kommunuval onga áseting um veljaratal. Samgongan hevur sum er allar nevndarformenninar á tingi, hóast hon bert hevur ein tinglim meiri enn andstøðan. Verandi býtið endurspeglar ikki fólkaræðisliga lutfallið á tingi, segði Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, við útvarpið leygardagin. Hoyr alla samrøðuna við løgmann, Aksel V. Johannesen, ið er ósamdur við formanninum í Fólkaflokkinum. 27 ára gamli Sydney Cohen og 25 ára gamli Theo Cerboneschi vandu í fýra ár, aðrenn teir vóru til reiðar at filma seg sjálvar, meðan teir stóðu á skíð í franska skíðstaðnum Val d Isere. Val d Isere er vakrasta skíðstaðið eg veit um, so tað var ongantíð nakar ivi, at tað var har, vit vildu royna okkara stunt, sigur Sydney. Og tað gjørdu teir so við at standa á skíð og brúka fallskíggja samstundis. Hygg at sjónvarpsbrotinum og síggj, hvussu tað verður gjørt. Andrass Joensen, húsamaður í Havn, greiðir frá revahaldinum, sum var báðumegin seinna heimsbardaga, frá tí stásiligu Húsa kirkju og frá gomlu roykstovuni, sum er frá 1500 talinum, tá Húsa Pætur var í vælmaktini. Fyri fyrstu ferð í eini 25 ár fara nýggj sethús at koma upp á Húsum. Hjúnini Gudrun Bláskor, sum er uppvaksin á Húsum, og Jákup Samson, sum er klaksvíkingur, fara at byggja. Planeringin er liðug og tey hava gjørt av, at tað skulu verða eini sniðhús. Handilin og reiðaravirksemið á Bakka fyrst í seinastu øld hevði stóran týdning fyri bygdina. Páll Sørensen, vanliga nevndur Páll á Bakka, greiðir frá handilsvirkseminum hjá abbanum, ið hevði skip og bátar og keypti fisk at turka. Bygdaráðið fyri Húsa Kommunu hevur gjørt av, at fara upp í Klaksvíkar Kommunu á nýggjárinum. Magni Garðalíð borgarstjóri sigur, at nú øki verða løgd út til kommunurnar at umsita, ber tað ikki longur til at hava eina so lítla kommunu sum Húsa Kommunu við umleið hálvthundrað borgarum. Fríða Isaksen er leiðari á Smoltstøðini í Knúksdali og hon heldur, at tað hevur stóran týdning fyri plássið, at hava nøkur føst arbeiðspláss á staðnum. Postmaðurin í Kalsoynni er danin Kent Færch Christiansen, sum býr á Húsum saman við konuni Jóhonnu Mariu Isaksen. Hann lærir eisini til smið í Klaksvík og hon hevur tikið við einum lítlum festi á Húsum og um summarið ger hon rabarbusaft. Fólkini vórðu tikin í millum annað Valencia og Alicante har eysturi í Spania. Myndugleikarnir hava avdúkað vápn, sum vórðu ætlað jihadistum, men sagt varð, at talan var um neyðhjálp. Fimm av teimum tiknu hava sýriskar, jordanskar og marokkanskar røtur, upplýsir løgreglan sambært AFP. Ein av teimum handtiknu sendi pening, samskiftisútgerð, vápn og bumbu tilfar til Sýria og Irak. Leiðarin í bólkinum hevur sambært sponsku myndugleikunum javnan havt samband við Islamskan stat. Víðgongdi bólkurin hevur eisini biðið henda persónin um at útvega kvinnur at giftast við IS hermonnum í Sýria, sigur løgreglan. Kvæðayrkjarin fekk áhuga fyri kvæðum í skúlanum í Haraldssundi. Longu tá undraðist hann á, at eingin hevði yrkt eitt kvæði um Páll Fanga. Eftir drúgvt fyrireikingararbeiðið fór Jákup at yrkja kvæðið fyri skjótt nógvum árum síðani. Undan jólum kom tað á prent í Wencili. Harafturat hoyra vit Leiv Øssursson, Vága Dansifelag Jón í Bø skipar, Ormin Langa, Klaksvíkar Dansifelag Jens Juul Sólbjørg skipar, Brúðarvísuna Lat okkum taka saman, Klaksvíkar Dansifelag Jónleif Johannesen skipar, Deyðastund Sigmundar, Klaksvíkar Dansifelag Jónleif Johannesen skipar, Eg havi verið fermur, Vága Sangkór kvøður, Grindavísuna, Dansifelag Kaggans Regin Eikolm skipar, Kópakvæði, Dansifelagið í Havn Brynolf Lamhauge skipar, Brestiskvæði, sumbingar Hargin Joensen skipar, og harafturat skipar Albert Djurhuus Mær gav Sankta Mortan. Norðurkorea hóttir heimsfriðin eftir at landið um vikuskiftið sendi eina langberandi rakett út, eru boðini frá umheiminum. Trygdarráðið hjá ST varð kallað saman í gjár, og fleiri ST sendiharrar finnast at Norðurkorea. Ruth Poulsen, fitness íðkari, og Svanna Tórðardóttir, persónligur venjari, vita nærri at siga, hvat ein lekkur kroppur er. Ruth Poulsen trenar hart fram til bikini fitness kappingina, ið verður í mai. Svanna Tórðardóttir, ið hevur stovnað sítt egna virki, hjálpir dagliga fólkum at lætna ella náa teirra máli. 20 ára gamli Tóki Skeel Nolsøe er ein teirra, ið rekur matstovuna, Angus Steakhouse. Hoyr hann greiða frá, hvussu ein skal gera, um ein ynskir at gerast vinnurekandi. Landið hevur einki gjørt fyri at røkka málinum, at útlátið av veðurlagsgassum skal minka tjúgu prosent áðrenn 2020, sigur Magni Laksafoss, løgtingsmaður. Skal meira ferð koma á, er neyðugt, at eitt orkufelag verður stovnað aftrat SEV, annaðhvørt alment ella privat, sigur Magni Laksafoss. P f Marine Harvest Faroes hevur fingið dagførda og endurnýggjaða umhvørvisgóðkenning fyri alingina har norðuri í Sundunum, við Fossá og Haldórsvík. Í góðkenningini er serligur dentur lagdur á, at evni, sum verða brúkt til alingina, ikki hava árin á umhvørvið. Eisini er kravt, at felagið regluliga kannar botnin undir aliringunum. Úrslitini av hesum botnkanningum skulu takast við í framtíðar ætlanum um aling. Verður dálkingin ov stór, kann Umhvørvisstovan seta forboð fyri, at felagið setur fisk út aftur í økinum ella í pørtum av økinum, stendur í góðkenningini. Góðkenningin kann kærast til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum. Freistin at kæra er til 7. mars. Sambært Umhvørvisstovuni hevur aling á sjónum ávísa dálking við sær, sum kann ávirka umhvørvið. Dálkingin stavar millum annað frá fóðri og skarni. Fóður, sum ikki verður etið, søkkur saman við skarni niður á botn, har tað kann hópast upp. Harafturat kemur ein ávís dálking frá heilivági og frá evnum, sum verða nýtt at verja aliútgerðina. Serliga kopar, sum ofta verður brúkt at impregnera alinótir, dálkar. Tilburðirnir við mótstøðuføru bakteriuni, VRE, á Landssjúkrahúsinum veksur alsamt, og talið av nýggjum tilburðum økist eisini hvørja viku. Tíggju mánaðir eftir at fyrstu tilburðirnir vórðu staðfestir, er talið komið upp á 105. Tað er 47 tilburðir aftrat síðan hálvan desember, tá 58 tilburðir vóru skrásettir. Útbrotið, sum Landssjúkrahúsið hevði vónað at fingið tamarhald á, er nú ein varandi støða, sigur Naina Túgvustein, varastjóri á Landssjúkrahúsinum. Mótstøðuføra bakterian, VRE, hevur fingið innivist á Landssjúkrahúsinum. Alt verður gjørt fyri at fyribyrgja, so smittan ikki breiðir seg uppaftur meira. Seinastu tríggjar mánaðirnar hevur Landsjúkrahúsið kannað allar sjúklingar, ið koma og fara av sjúkrahúsinum, fyri VRE bakteriuna. Umleið helvtin av øllum tilburðum verður staðfest hjá sjúklingum, ið koma úr Danmark. Mótstøðuføra bakterian er bara vandamikil fyri fólk, ið frammanundan eru illa fyri. Tað er sera umráðandi, at tey, ið hava sína dagligu gongd á Landssjúkrahúsinum, hava reinførið í huga, sigur varastjórin á Landssjúkrahúsinum. Sigast má, at hugflognum hjá føroyskum børnum bilar einki. Vit hava fingið nógvar myndir av fittum, farligum, undarligum og ikki minst sera kreativum grýlum. Til finaluna í amerikonskum fótbólti mánamorgunin føroyska tíð, vóru Arni Forná og konan Kirsten Skou Ranvig Forná. Arni hevði verið við í einari kapping í amerikonskum ítrótti, sum Danske Spil hevði skipað fyri. Og Arni vann. Vinningurin var ein ferð til San Francisco við uppihaldi og atgongumerkjum til Super Bowl. Jóhanna Magnusardóttir og Dávid Fossdalsá búgva bæði í Kina á triðja ári. Hon lesur altjóða viðurskifti og kinesiskt, hann altjóða handil og samskifti. Tey hava hildið nýggjár í Kina meiri enn eina ferð, men hava havt ymiskar upplivingar. Í morgunsendingini greiddu tey bæði frá siðvenjunum nýggjársaftan, har familjan fyllir nógv, meðan fýrverkið hevur lítið at siga. Annað árið á rað skipar Krabbameinsfelagið fyri Grannakaffi, sum er eitt stuðulstiltak, har fólk bjóða seg fram at vera vertur og bjóða fólkum inn til kaffi og køkur, meðan gestirnir lata eitt oyra í eina bússu, sum stendur á borðinum. Jansy Gaardlykke, dagligur leiðari í Krabbameinsfelagnum, og Poula Norðbúð, sum var vertur á Grannakaffi í fjør, vóru hjá Góðan morgun Føroyum og greiddu frá tiltakinum. Heilsu og umsorganartænastan í Tórshavnar kommunu fer undir eina verkætlan um matvinaskipan. Verkætlanin varir umleið hálvt ár frá februar til august 2016. Verkætlanin, sum byrjar í februar, er í fyrstu syftu ein royndarverkætlan. Ein matvinur er sum ein vitjunarvinur. Matvinurin er ein sjálvboðin persónur frá Heilsu og umsorganartænastuni, sum vitjar eina ferð um vikuna, har endamálið er at eta eina máltíð saman við einum persóni, sum býr heima, og ikki hevur nakran at eta saman við. Morgunsendingin hevur vitjað Jóngerð Poulsen, ið hevur teknað seg sum matvin í hesum nýggja tilboði frá Heilsu og umsorganartænastan í Tórshavnar kommunu. Føroya Rættur er biðin um at avgera, hvør eigur myndugleikan at góðkenna brunatrygdina á farstøðini á flogvøllinum Brunaeftirlitið ella Sørvágs kommuna. Vørn hevur vegna Brunaeftirlitið stevnt Sørvágs kommunu og P f Vága floghavn, tí sambært Brunaeftirlitinum varð farstøðin ólógliga tikin í brúk í fjør. Brunaeftirlitið heldur uppá, at tað er myndugleikin, ið skal góðkenna brunatrygdina á farstøðini. Og tað hevur Brunaeftirlitið ikki gjørt. Málið byrjar 3. juli í fjør, tá Sørvágs kommuna gav P f Vága floghavn loyvi at brúka nýggju komu og farstøðina. Brunaeftirlitið bað Sørvágs kommunu taka nýtsluloyvið aftur, tí Brunaeftirlitið hevði ikki góðkent bygningin. Sambært lógini, sum var galdandi, tá farið varð undir byggingina, skal Brunaeftirlitið góðkenna. Men 1. apríl í 2013 kom nýggja byggilógin, og tá fingu kommunurnar hendan myndugleikan. Innlendismálaráðið segði tó í rundskrivi 27. mai í 2013, at Brunaumsjón landsins, sum stovnurin tá kallaðist, átti ítøkiligu brunamálsviðgerðina, tá talan var um ikki vanliga bygging, sum fekk byggiloyvi, áðrenn nýggja lógin kom. Sørvágs kommuna gav byggiloyvið tann 27. september í 2012, altso áðrenn nýggja byggilógin kom. Brunaeftirlitið og Sørvágs kommuna hava roynt at loyst trætumálið, men uttan úrslit. Íbúgvarnir í amerikanska statinum New Hampshire skulu í kvøld velja, hvønn tey halda skal vera forsetavalevni hjá ávíkavist demokratunum og republikanarunum. Greinin heldur fram niðanfyri. Bjargingarfólk úr øllum landspartinum, har vanlukkan hendi, hjálpa til. Eisini Reyði krossur ætlar at senda bjargingarfólk á staðið. Sum ungur setti Jákup sær fyri at yrkja um mannin frá tí kendu søgnini. Tað hevur drigið nakað út at fáa tað liðugt, men í desember varð tað prentað í bókamentatíðarritinum Wencil. Kvæðið byggir fyrst og fremst á søgnina, og tað avmarkaða tilfarið, sum finst um Páll. Kvæðið hevur 70 ørindi, og í síðstu viku fekk Kringvarpið átta, sum vanliga kvøða og dansa, at kvøða ein lítlan triðing. Samrøða við yrkjaran, Jákup Jacobsen, var í Dansivali mánadagin 8. Februar, sum finst á heimasíðuni. Kvæðið, Páll Fangi, er í Wencil nummar 16. Tað ber til at hoyra brotið her. Væntandi viðlíkahald og mannagongdir sæst aftur, tá tað almenna skal selja sínar bygningar, sigur landsgranskoðarin í notati til løgtingsgrannskoðararnar. Landsgrannskoðanin fýlist á, at almennir stovnar og aðalráð kunnu varða av bygningum, uttan at teir verða hildnir nóg væl, og at tørvur í veruleikanum ikki hevur verið á bygningunum í mong ár. Beinta Dam, landsgrannskoðari, hevur latið løgtingsgrannskoðarunum eitt notat um sølu av almennum bygninginum. Løgtingsgrannskoðararnir fara nú at viðgera notatið frá landsgrannskoðaranum. Tí hava heilsumyndugleikarnir nú gjørt av, at ein smittuserfrøðingur skal setast afturat, umframt at ein mikrobiologur eisini skal setast í starv. Soleiðis var hjá ommu William Heinesen, rithøvundi, ið kom til Føroyar fyri meiri enn 100 árum síðan. Í søguni Min romantiske bedstemoder skrivar William Heinesen um ommuna. Hóast tíðirnar eru broyttar, kenna føroyingar, sum fóru til Danmarkar fyri um leið 50 árum síðan, seg í ein ávísan mun aftur í søguni og siga frá sínum upplivingum. Karolina Thostrup leggur til rættis. Fríðborg fekk í fjør vár tilsøgn um fiskiloyvi, men tað var við fyrivarni. Og tilsøgnin varð tikin aftur, tá fyrivarnið bleiv virkið. Rógvi Reinert, aðalstjóri í Fiskimálaráðnum, sigur, at viðurskiftini millum føroyskar og russiskar myndugleikar og millum føroyskar og norskar myndugleikar um føroyska roynd eftir krabba í Barentshavinum eru ikki greið. Men talan er um havrætt, og føroyskt skip kann ikki uttan nakað fara at royna eftir krabba í Smoguni, skilst á aðalstjóranum í Fiskimálaráðnum. Partafelagið Fríðborg í Havn, sum átti rækjutrolaran við sama navni, keypti í fjør eitt skip úr Íslandi. Skipið er síðani riggað til at fiska krabba. Skipið gjørdi eina roynd á Ytra banka Føroyum í nakrar dagar í desember fyri at royna útgerðina. Annars er Fríðborg ongantíð farið til fiskiskap og liggur nú í Havn. Í sendingini hoyra vit nýggjari klassiskan tónleik fyri blásiljóðføri. Ljóðførini eru saksofon, tuba, euphonium, trombone og blásikvintett Lagt til rættis Ólavur Olsen. Fransmaðurin, Benjamin Huguet, hevur verið í Føroyum og gjørt dokumentarfilmin The Archipelago, ella Oyggjaflokkin, sum hevur vunnið fleiri altjóða virðislønir. Filmurin varpar ljós á, at hóast Føroyar eru eitt framkomið samfelag, hava vit varðveitt aldargamla tilknýtið til náttúruna millum annað við at drepa grind, hóast stórt trýst uttaneftir. Uttan at fordøma, megnar filmurin meistarliga at lýsa ráa, blóðiga grindadrápið og hugtakandi føroyska landsslagið, søgdu ummælarar, tá filmurin kom út í fjør. Filmurin, The Archipelago, verður at síggja næsta mikudag á Al Jazeera English rásini, ið fleiri enn 220 milliónir fólk í 100 londum um allan heimin síggja. Lítli prinsur og Revur koma til eina gongustjørnu, sum er skapað sum ein terningur, og sum melur runt. Fólkið noyðist at ganga og ganga fyri ikki at detta útav Kann Lítli prinsur hjálpa teimum at finna út av, hvør veruliga hevur ábyrgdina av hesi endaleysu gonguferð Tað hevði verið ein fyrimunur, um vit høvdu neyvt eftirlit við mótstøðuførum bakterinum, so vit kundu fylgt gongdini betur á hesum økinum.Tað sigur Marita Magnussen, sum í løtuni granskar eina serliga bakteriu, ið elvir til hálsbruna. Tá 80 prosent av atkvøðunum vórðu taldar, hevði Trump fingið meiri enn 35 prosent av republikansku atkvøðunum. Tað eru tvær ferðir so nógv sum John Kasich, sum hevur fingið 16 prosent. Ted Cruze er á triðja plássi við 12 prosentum, Jeb Bush hevur 11 prosent, og Marco Rubio hevur fingið 10 prosent. Á uppstillingarvalinum í Iowa í síðstu viku endaði Donald Trump á øðrum plássi, aftan fyri Ted Cruze, Eftir sigurin í New Hampshire í gjár, segði Trump, at næsta stigið er at vinna í South Carolina. Og hann bjóðaði eisini øðrum londum av. Tá ið ræður um handil, fara vit at vinna á Kina, Japan og Meksiko. Vit fara at vinna á øllum londum, sum taka so nógvan pening frá okkum, segði Donald Trump í sigursrøðu síni í New Hampshire í nátt. Hjá demokratunum er Bernie Sanders stóri sigursharrin. Tá 86 prosent av demokratisku atkvøðunum vórðu tald, hevði Bernie Sanders fingið 60 prosent av atkvøðunum og Hillary Clinton 38 prosent, skrivar CNN. Sambært Washington Post hevur Hillary Clinton viðgingið, at hon hevur tapt. Í røðu síni fyri viðhaldsfólkunum segði Bernie Sanders, at fólkið vil hava broytingar. Sanders takkaði Hillary Clinton fyri valstríðið, og Sanders segði seg vóna, at sakliga valstríðið, sum hann tók til, heldur fram upp undir uppstillingarvalið í South Carolina. Hóast bara 1,3 milliónir fólk búgva í New Hampshire, hava royndirnar víst fyrr, at úrslitið í hesum statinum kann fáa avgerandi týdning fyri valstríðið hjá teimum, sum royna at gerast forsetavalevni. Reuters sigur, at alt bendir á, at valluttøkan í New Hampshire í gjár setti met. Forsetavalið í USA verður 8. november. Tá verður avgjørt, hvør skal loysa Barack Obama, forseta, av í Hvítu Húsunum. Tað er umráðandi, at tey, sum senda tilboð upp á byggiarbeiði í telduposti, fáa vissu fyri, at tilboðini eru loynilig, til tey skulu latast upp lisitasjónsdagin. Tað sigur Føroya handverksmeistarafelag um ætlanina hjá Vinnumálaráðnum at broyta útbjóðingarlógina frá 1984, so boð eisini kunnu latast talgilt, tað er við teldu. Útbjóðarin kann gera av, at tilboð skulu latast talgilt. Vinnumálaráðið sigur, at fortreytin fyri talgildum boði er, at boð skulu haldast afturlatin, til tey verða latin upp ásettu tíðina á útbjóðingarstaðnum. Sum lógin nú er orðað, ber bara til at lata inn skrivlig tilboð í brævbjálva. Endamálið við lógarbroytingini er at gera tað einfaldari og effektivari at bjóða upp á byggiarbeiði, sigur Vinnumálaráðið. Handverksmeistarafelagið tekur undir við broytingini. Men felagið vil hava fulla vissu fyri, at talgild tilboð ikki verða lisin fyrr enn tilboðini skulu latast upp. Felagið sigur, at í Danmark er ein vegleiðing um krøv til talgildar skipanir, sum verða brúktar til tilboð. Skipanin skal vera soleiðis, at ikki ber til at lata upp talgild boð fyri lisitatiónina. Er illgruni um, at tilboðið kortini er latið upp í ótíð, eigur at bera til at finna tann, sum tað gjørdi. Hetta eigur eisini at bera til í Føroyum, heldur Handverksmeistarafelagið. Tað er framvegis ógreitt, hví bæði ferðafólkatokini stoyttu saman í gjármorgunin á eini teini millum Holzkirchen og Rosenheim í ein landsynning úr M nchen. Ein sjálvvirkandi skipan skuldi tryggjað, at tok ikki stoyta saman, og at tey bremsa sjálvvirkandi í neyðstøðu, segði týski flutningsmálaráðharrin, Aleksander Dobrindt, á tíðindafundi í gjár. Tveir av teimum trimum svørtu kassunum eru funnir, og innihaldið í teimum skal hjálpa myndugleikunum at staðfesta, hví vanlukkan hendi. Tær eru har gamlar videoupptøkur, ið vórðu gjørdar ymsastaðni í Føroyum fyri mongum árum síðani í bandasavninum hjá Det Danske Filminstitut. Almenningurin hevur nú atgongd til gamlar upptøkur úr Føroyum, ið nú eru skrásettar á heimasíðuni hjá stovninum á Filmcentralen. Í upptøkunum niðanfyri eru umleið fýra minuttir av gomlum upptøkum, ið sigast vórðu gjørdar í Klaksvík í 1950 unum. Tað neyva árstalið er ikki skrásett. Í skrásetingini hjá Det Danske Filminstitutt stendur bara, at upptøkurnar eru frá tíðarskeiðnum 1950 1959. Veitst tú, nær upptøkurnar vórðu gjørdar 88 puntar til eitt teppi og gott hundrað teppi eru samanseymað hesi trý árini, hesar kvinnur hava hitst, so umleið 9000 puntar eru brúktir til teppini. Síðan verða teppini send við hjálparbussinum, mest til Rumenia. Tað serliga við hesum er, at kvinnurnar vita ikki, hvaðan hesir puntar koma. Av og á standa smáir posar í durinum fullir av puntum. Hetta eru seymikonurnar sera takksamar fyri. 20 ára gamla Jóhanna Norðberg Niclansen hevur hugtikið lurtaran fyrr, tá hon hevur sungið í útvarpinum. Tá hevur tað verið tøkuløg, hon hevur sungið. Nú hevur hon saman við bólki sínum skrivað sangir, sum væntandi eru fløgu seinni. Í Góðan morgun Føroyum sungu og spældu hon og bólkurin tvey av nýggju løgunum. Teir, ið manna bólkin hjá Jóhonnu, eru Árni Jóhannesson, gittar, Kári Fossaberg Ellingsgaard, bass, Tórður Dam Jacobsen, trummur og Kristian Pauli Ellefsen, klaver. Jógvan á Lakjuni, sum var landsstýrismaður í mentamálum, tá Útvarpið og Sjónvarpið vórðu løgd saman í Kringvarp Føroya, vil hava at vita frá núverandi landsstýriskvinnuni í mentamálum, Rigmor Dam, um hon ætlar at endurskoða kringvarpslógina. Munnligir fyispurningar eru í tinginum í dag. Jógvan á Lakjuni sigur, at tá tvarpið og sjónvarpið vórðu løgd saman fyri tíggju árum síðani, fingu vit nýggja kringvarpslóg, og dentur varð lagdur á, at tað framvegis skuldu vera tvær tíðindaeindir. Táverandi mentanarnevnd herdi orðingina og fekk sett í lógina, at tað skuldu vera tvær sjálvstøðugar eindir. Endamálið var at tryggja fjølbroytni í tíðindaflutninginum soleiðis, at føroysk samfelagsviðurskifti verða viðgjørd út frá so nógvum sjónarhornum sum møguligt. Hetta er tó ongantíð sett í verk, og í staðin varð farið hinvegin, sigur Jógvan á Lakjuni. Longu í 2008 varð ein tíðindaleiðari settur fyri bæði útvarp og sjónvarp, og í 2010 varð lógin broytt soleiðis, at tvær sjálvstøðugar tiðindaeindir skuldi vera tvær tíðindaredaksjónir. Jógvan á Lakjuni sigur, at brúk er fyri broytingum, soleiðis at Kringvarpið livir upp til sínar skyldur um sakliga og óhefta upplýsing og eitt fjøltáttað tilboð, sum Jógvan á Lakjuni orðar seg í viðmerkingunum til fyrispurningin. Dia Midjord, kringvarpsstjóri, heldur, at Jógvan á Lakjuni er ósakligur í fyrispurninginum. Í grein sigur Dia Midjord, at Jógvan á Lakjuni hvørki grundgevur, skjalprógvar ella vísir til dømi, har KVF hevur havt ósakligar ella heftar upplýsingar. Tað er ov grunt og lættkeypt heimaarbeiði, tá tað ber til at sleingja um seg við tílíkum ósakligum páhaldum, tí tað hevur eittans endamál at skaða viðkomandi og kanska fáa onnur, sum ivast um tað sama, at taka undir við hesum, sigur Dia Midjord. Eg vil staðiliga vísa aftur uppáhaldinum umm, at KVF ikki livir upp til sínar skyldur um sakliga og óhefta upplýsing og eitt fjøltáttað tilboð. At kringvarpslógin verður endurskoðað er ein viðkomandi spurningur, men ósaklig uppáhald eiga ikki at liggja til grund fyri støðutakanini, sigur Dia Midjord sambært Vágaportalinum. Stýrið í Trygdargrunninum skal nú viðgera uppáhaldið hjá einum stýrislimi, sum leggur reiðarar undir at misbrúka grunnin til at rinda løn til manningarnar. Talan er um rættiliga grovar útsagnir um rán og sjálvtøkuborð úr Trygdargrunninum hjá ávísum reiðarum, ið koma frá formanninum í Føroya skipara og Navigatørfelag. Í grein í blaðnum Mið og Magn, skrivar Annfinnur Garðalíð millum annað, at í dag er støðan tann, at so at siga ongin fiskur fer um uppboðssøluna, tí reiðarar eiga bæði skip og loyvi og nú eisini móttøkuvirkini. Og tá er gaman í hjá reiðaríunum sjálv at áseta prísin á feska fiskinum fyri at økja vinningin í góðskingarliðnum mest møguligt. Vit hava biðið Annfinn Garðalíð um at útgreiða hesi viðurskifti, sigur formaðurin í Trygdargrunninum, Alfred Petersen. Málið er rætt og slætt ikki búgvið at leggja fram á borgarafundi, sigur Sigurð Simonsen, sum er í meirilutanum í býráðnum í Fuglafirði. Borgarstjórin, Sonni á Horni, kærdi, tí Sigurð Simonsen fyri meirilutan bað um tekningar av útfyllingina og hvat hon skal brúkast til. Harafturat er Umhvørvisstovan komin uppí og vísir til havumhvørvislógina, nú ætlanin er at leggja grót á sjógv. Nógvir fuglfirðingar mótmæla ætlanini at leggja grót í fjøruna vestanfyri, tí íbúðir skulu byggjast har. Tí varð samtykt á fundinum í býráðnum 10. desember, at áðrenn útfyllingin byrjar, skal málið lýsast betur og leggjast fyri kunnandi borgarafund, sum í seinasta lagi skal vera 15. februar í ár. Sum støðan er, vil meirilutin í býráðnum ikki hava fundin, fyrr enn málið er búgvið at leggja fyri borgarafund, og tað er tað ikki enn, sigur Sigurð Simonsen. Sonni á Horni, borgarstjóri, sigur, at býráðið skal boða til borgarafundar, og hann fær ikki rættiliga gjørt nakað, um meirilutin í býráðnum ikki vil. Sonni á Horni vil hava tilfarið, sum kunnast skal um á borgarafundinum, almannakunngjørt nakrar dagar frammanundan, so fólk vita, hvat tey fara á fund um. Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Poul Michelsen, váttar nú, at hann er kunnaður um ætlanirnar hjá leiðsluni í Atlantsflogi, at steðga við at bjóða ókeypis mat og drekka umboð á flogførum felagsins. Poul Michelsen fer at stuðla ætlanunum, verða tær veruleiki. Landsstýrismaðurin sigur, at fólk mugu sleppa at velja, um tey ynskja ein bíligan ferðaseðil ella fáa eina máltíð íroknað. Eg haldi tað vera rætt, at tann sum njótir, hann rindar. Tað er eitt grundleggjandi liberalt sjónarmið, at rinda fyri tað, man fær, sigur Poul Michelsen í dag. Hvørki stjórin í Atlantsflogi ella nevndarformaðurin í felagnum vilja gera viðmerkingar um, hvørt ferðafólk í framtíðini fara at fáa ein máltíð og eitthvørt at drekka tá tey flúgva við felagnum. Kommunurnar gera íløgur, tí tær eru neyðugar. Og tær duga best sjálvar at meta um tørvin hjá borgarunum, heldur Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu. Hann óttast fyri einum eljustríði millum kommunurnar, um landið nú skal áseta ein íløgukarm fyri kommunurnar. Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Kristina Háfoss, sigur, at landsstýrið í fyrstu atløgu fer at royna at fáa kommunurnar sjálvbodnar at gera eina avtalu um íløgur og rakstur. Men eydnast tað ikki, so verður neyðugt at taka onnur stig, sigur hon. Hóast grannalondini hjá okkum loyva ráðharrum at varðveita tingsessin, so eiga vit ikki at fáa okkum somu skipan sum tey. At tingfólk noyðast at leggja tingsessin frá sær, tá tey fara í landsstýrið, er ein góð skipan sum tryggjar neyðuga skottið millum útinnandi og lóggevandi valdið. Tað sigur Bjørn á Heygum, løgfrøðingur, sum í síni tíð var við til at smíða stýrisskipanarlógina. Bergur Berg, stjórnmálafrøðingur, heldur hinvegin, at tíðin er komin at endurskoða reglurnar, sum áleggja landsstýrisfólki at leggja tingsessin frá sær. Eftir hansara tykki hevði hetta gjørt lóggávuarbeiðið smidligari og eisini givið samgonguni í løgtinginum størri legitimitet. Bjørn á Heygum og Bergur Berg skifta orð um atkvøðurætt hjá landsstýrisfólki í løgtinginum. Hoyr eisini hvat landsstýrisfólk og løgtingslimir halda um hugskotið at lova landsstýrisfólki framat atkvøðuknøttunum í løgtinginum. Ri generalur er tann seinasti í røðini av høgum embætisfólki í Norðurkorea, sum eru avrættað, síðan Kim Jong un tók við eftir pápa sín, Kim Jong il, fyri trimum árum síðan. Fráboðanin, um at herstjórin í Norðurkorea er avrættaður, kemur bara fáar dagar eftir, at landið skeyt eina langtrøkkandi rakett, ið helst er ætlað til hernaðarlig endamál til dømis kjarnorkubumbur út. Eygleiðarar vilja vera við, at harðligu avgerðirnar hjá Norðurkorea í seinastuni eru ein roynd hjá Kim Jong un at vísa seg sum ein bersøgnan og sterkan einaræðisharra, ið ikki letur seg trýsta hvørki uttaneftir ella innanífrá. Grundupphæddin er lækkað, men skattalætti, skert kringvarpsgjald og hægri viðbót úr Samhaldsfasta bera í sær, at pensjónistar hava 5000 krónur meira um árið at liva fyri. Áðrenn uppskotið at lækka grundupphæddina varð samtykt á jólum, var stór ónøgd millum pensjónistar, ið løgdu nógv fyri í royndunum at fáa landsstýrið at taka uppskotið aftur. Landsstýriskvinnan í almannamálum, Eyðgunn Samuelsen, fegnast nú um, at hildið varð fast við uppskotið. 19., 20. og 21 partur Gongustjørnan hjá Bubbli Gobbi Lítli prinsur og Revur koma til eina gongustjørnu, har fólk uppfinna øll møgulig tól. Men trupulleikin er, at alt verður blakað í havið, tá tað er brúk, so havið er sera illa dálkað. Tann stóri uppfinnari, sum øll hava álit á, og sum skal loysa trupulleikan, er ikki at finna. Næsta skúlaár ber til at taka FHS yrkisnámsútbúgving á Miðnámsskúlanum í Hovi. FHS er ein støðisútbúgving í fyrisiting, handli og skrivstovu, sum tekur eitt ár. Eftir at hava staðið FHS, kunnu næmingar fara undir skrivstovu og handilsútbúgvingar, ella halda fram á miðnámsskúla og fáa gymnasialt miðnámsprógv. Sambært Mentamálaráðnum er FHS útbúgvingin ætlað fólki í øllum aldri. Hetta er onnur nýggja útbúgvingin í Suðuroy eftir einari viku. Vikuskiftið 26. til 28. februar hevur Listaskúli Føroya tríggjar forkunnugar verkstovur á skúlanum við Gøtugjógv. Snið og bindiverkstova verður ein, ein onnur verður bókmentaverkstovan og triðja er myndlistaverkstovan. Leik og lærd eru hjartaliga vælkomin og kunnu vænta sær dygdarfrálæru á høgum støði, har tey allarhelst læra nakað nýtt ella gerast enn betur til tað, tey longu duga. Verkstovurnar eru hesar Sansalig binding, og tað er Katrinu í Geil, sum hevur ta verkstovuna, Skriva ein gysara sum Rakel Helmsdal stendur fyri, og Tekna ein torsk sum Janus Dam Guttesen hevur. Fríggjadagin klokkan 16 letur afturlítandi framsýning upp í Listaskálanum í Havn. Nils Orth, stjóri í Listasavni Føroya, hevur valt 47 verk út eftir Zacharias Heinesen. Zacharias Heinesen, listamálari, er komin oman í Listaskálan at síggja 47 av sínum verkum, sum er útvald til framsýningina Føroyskur mosaikkur , ið letur upp í Listaskálanum fríggjadagin klokkan 16. Tað merkir, at Sjóvinnustýrið skal endurnýggja útivið 3.000 sjóvinnubrøv og viðurkenningarbrøv hjá føroyskum sjófólki næstu mánaðirnar. Seinni partur við løgum av plátuni Devil May Care við bretska sangaranum og pianistinum, Jamie Cullum. Lagt til rættis Arnold Ludvig. Filmarnir, sum vórðu innstillaðir til filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins í 2015, vóru viðgjørdir hesaferð. Julia í Kálvalíð og Gudmund Helmsdal Nielsen sóu filmarnar, sum vórðu sýndir í Norðurlandahúsinum í farnu viku. Lagt var fyri við íslendska filminum Fúsa, sum vann norðurlendsku virðislønina. Fyrst vórðu tey spurd, hvussu teimum dámdi íslendska filmin. Tað er Hans Olivur Joense n, tónleikari og tónleikalærari í studentaskúlanum í Hoydølum, sum hevur tikið stig til heiðurskonsertina fyri Jógvan Telling Joensen. Jógvan Telling hevur gjørt so mangt, sum er hult í tíðartámi, tí tað liggur á aveldum vinyli ella kassettubondum, sum fáur spælir longur. Men her liggur ein fjaldur sangskattur grivin. Og nú kemur hann aftur í ljósmála. Leygarkvøldið 27. februar verður heiðurskonsert fyri Jógvani Telling í Norðurlandahúsinum. Tá fara onnur at endurframføra nógvar av hansara sangum. Jógvan Telling er mest kendur úr Harkaliðnum, men hann hevur verið uppi í so mongum øðrum vási eisini. Í 1970 árunum, tá langt var millum føroysku útgávurnar, var hann ein hin ítasti útgevarin. Úr Keypmannahavn, hann hann búleikaðist, komu pláturnar frá honum singleplátur, EP plátur og LP plátur. Sjálvur átti hann bróðirpartin av løgunum. Seinni komu kassettubondini. Ein rúgva tilsamans. Miðskeiðis í 80 árunum flutti hann aftur til Føroyar at búgva. Alvirkin var hann á øllum mótum. Arbeiddi nógv og fekk væl av skafti. Ein álvarssom heilabløðing steðgaði øllum tónleikavirksemi í 1993. Men hann er her saman við okkum enn, og nú skal hann feirast, siga tey. Tí fáur annar í Føroyum hevur skrivað so nógv dygdargóð løg innan rútmiskan tónleik sum Jógvan Telling, heldur fyriskiparin. Vit spyrja fyrst Hans Olivur hvat fekk hann at taka hetta stig. Kríggið í Sýria hevur kravt nógv mannalív síðani tað byrjaði í 2011. Nógv fleiri mannalív enn ST vil vera við, sigur Syrian Center for Policy Research SCPR . Sameindu Tjóðir siga, at kríggið higartil hevur kravt 250.000 lív. Veruleikin sær kortini øðrvísi út, tí tað veruliga talið er 470.000 fólk, sigur SCPR sambært The Guardian . Tilsamans eru 11,5 prosent av øllum fólkunum í Sýria annaðhvørt myrd ella hava fingið skaða síðani mars 2011, tá kríggið brast á sambært frágreiðingini. Miðaldurin á fólki í Sýria var 70 ár áðrenn ófriðurin byrjaði í 2011. Nú er miðalaldurin í landinum fallin við 15 árum, niður í 55,4 ár, sambært Syrian Center for Policy Research. Kríggið í Sýria hevur eisini havt fíggjarligar avleiðingar fyri landið. Fíggjarliga tapið hjá sýrum verður mett til 175 milliónir pund, ið svarar til umleið 1690 milliardir krónur. Tølini hjá Syrian Center for Policy Research koma samstundis, sum Reyði krossur sigur, at 50.000 fólk í fólkaríkasta býnum, Aleppo, eru rikin frá húsum. Hon hevur nógv jørn í eldinum, songkvinnan úr Gøtu. Hon gav út tvær fløgur í fjør, gjørdi heitislagið til stóra sjónvarpsrøð hjá BBC og hevur júst nú latið úr hondum enn eina fløgu, hesaferð saman við DR Big Band og DR Vocal Ensemble. Nú er Eivør farin til Los Angeles, har hon eitt nú fer at skriva tónleik saman við fólki har. Leggur landið loft á íløgurnar hjá kommununum, fer hetta at elva til stríð millum kommunurnar. Tað sigur borgarstjórin í Eysturkommunu, Jóhan Christiansen, nú landsstýrið ætlar at samskipa íløgur og rakstur hjá landi og kommunum. Í Føroyum var um aldarskiftið ein roynd gjørd við at seta íløguloft á kommunurnar. Fíggjarmálaráðið gjørdi avtalur við kommunufeløgini, sum tá vóru tvey í tali, um íløgukarm. Avtalurnar vóru kortini ikki grundaðar í lóg, og kommunur, sum brutu avtalurnar, vórðu ikki revsaðar. Føroya rættur fer seinnapartin í morgin saman við báðum advokatunum at fyrireika sakarmálið millum Henrik Weihe Joensen og Fiskimálaráðið. Henrik Weihe Joensen hevur stevnt Fiskimálaráðnum við kravi um, at tað verður dømt at viðurkenna, at nýggja grindalógin er ógildug. Løgtingið hevur ikki heimild at lóggeva um politiið í Føroyum, sum er danskt málsøki. Heimildin í lógini um at kunna halda fólki aftur í meira enn 24 tímar uttan at fara í rættin við teimum, er brot á grundlógartryggjað rættindi. Í morgin fer Føroya rættur at fyrireika málið, tí Fiskimálaráðið heldur uppá, at Henrik Weihe Joensen hevur ikki rættarligan áhuga í málinum og kann tí ikki stevna. Tann spurningin skal rætturin fyrst avgreiða. Fær Fiskimálaráðið viðhald, steðgar málið har. Men annars krevur Fiskimálaráðið frídøming. Løgtingið hevur sambært heimastýrislógini lóggávuvaldið í yvirtiknum málum. Politiið er felagsmál, og tí er lóggávuvaldið hjá Fólkatinginum. Uppáhaldið um, at grindalógin er ógildug kemst av, at grein 10 og 11 í grindalógini eru tiknar beinleiðis úr donsku politilógini, sum ikki er galdandi í Føroyum. Hóast peningur er settur av á fíggjarlógini til ein túr aftrat hósdag millum Havnina og Krambatanga, so kemur triði túrurin ikki í ferðaætlanina fyribils, tí Smyril í hesum døgum leggur um frá tungolju til dieselolju. Tað slepst ikki undan trupulleikum, meðan lagt verður um. Tað upplýsti Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, í tinginum í gjár, tá hann svaraði einum munnligum fyrispurningi frá Jacobi Vestergaard, løgtingsmanni. Landsstýrismaðurin segði, at nú verður uppstigað til 3G á farleiðini millum Havnina og Krambatanga segði Henrik Old, landsstýrismaður, í tinginum í gjár. Leingi hevur verið tosað um ein eftirskúla á Suðuroynni, men lítið er komið burturúr. Nú eru 200.000 krónur settar av á fíggjarlógini at leggja verkætlanina um skúlan til rættis. Sambært Ólavi Rasmussen, formanni í arbeiðsbólkinum fyri skúlan, verður verkætlanin liðug í august í ár. Í nýggjasta álitinum um eftirskúla, sum kom í mars í fjør, skal eftirskúlin vera á Drelnesi og rúma 80 næmingum. 120 ungir føroyingar fara av landinum á hvørjum ári í eftirskúla, og tí er grundarlag fyri at stovna eftirskúla í Føroyum, sigur Ólavur Rasmussen. Harafturat heldur fyriskiparin, at føroysk foreldur uttanlands fara at senda børnini til Føroya í eftirskúla. Myndirnar verða vístar fyri øllum flokkinum, og er vandi eisini fyri, at myndirnar ongantíð fáast av internetinum aftur. Mariann Reinert, løgreglukvinna greiður frá. Elin Michelsen frá SSP sigur Ongi foreldur vilja viðganga ella innsíggja, at teirra barn sendir ljót boð á netinum Elin heldur eisini, at vit eiga at hava loyniorð til telefon og til hesar ymisku appir, sum okkara børn eru á. Malan Thomsen. Tosa vit um føroyskan poppsang, so koma vit ikki uttanum Maluna Thomsen. Við sínu vøkru rødd hevur hon sungið nógvar av okkara kendastu sangum, og hon hevur givið fløgu út saman við manninum Finni Hansen. Finnur er eisini við í sendingini, Spælivinum, í kvøld. Malan fór longu sum heilt ung at syngja alment, og vit skulu hoyra og síggja meira um hennara tónleikalív, bæði fyrr og nú. Í húsorkestrinum eru Rógvi á Rógvu, Herluf L tzen, Edvard Nyholm Debess og Finnur Hansen. Vertur Edvard Nyholm Debess. Lagt til rættis Ivan Niclassen. Asperger er eitt slag av autismu. Fyri ein, sum hevur asperger, kann tað vera ein avbjóðing at vera millum onnur fólk. Serliga árini, áðrenn sjúkueyðkennið verður staðfest, kunnu kennast tung. Sendingin varpar ljós á tvær familjur áðrenn tær máttu ásanna, at ein av teirra hevði autismu. Í dag eru hesir báðir, sum hava asperger, vaksnir menn. Í sendingini tosa teir eisini um hvørji framtíðarútlit teir síggja fyri sær. Lagt til rættis Ivan Hentze Niclasen. Foto og Klipp Jónfinn Stenberg. Politiska arbeiðið við stjórnarskipanini er framvegis ikki byrjað, hóast ætlanin er at hava eina fólkaatkvøðu í 2017 um eina føroyska stjórnarskipan. Hann sigur, at politikararnir noyðast at semjast um eina orðing í spurninginum um loysing ella samband, sum báðir partar kunnu semjast um. Arbeiðið at fyrireika fólkaatkvøðuna í 2017 er seinkað, longu áðrenn tað er byrjað. Politiska arbeiðið skuldi byrja um árskiftið, men liggur framvegis á láni. Rapid Promoting Methode kallar Soma sín sjálvlærda frálæruhátt. Metoduna menti hon, meðan hon var um sín egna son, Tito, ið er autist. Sera spennandi uppskot, heldur borgarstjórin, ið tó ikki vil garantera, at eitt av trimum fýra úrvaldu uppskotunum verða framt í verki. Kemikaliutangaskipið Northern Ocean, sum er skrásett í Føroysku altjóða skipaskránni FAS og hevur heimstað í Nólsoy, er ársins skip í Føroyum í 2015. Munurin millum skipini á fyrsta, øðrum og triðja plássi er sera lítil, sigur Sjóvinnustýrið. Men Northern Ocean vann, tí tað fekk fægstar viðmerkingar, tá klassafelagið hevði eftirlit umborð. Sjóvinnustýrið leggur stóran dent á, at skip í FAS eru væl rikin og trygg arbeiðspláss. Tí hevur Sjóvinnustýrið seinastu árini samskift við skipini um góðan rakstur. Ritzau skrivar við amerikanska netmiðlinum Stars and Stripes sum keldu, at herstøðin í Keflavík, sum læt aftur í 2006, kanska letur upp aftur, tí amerikanarar vilja hava eftirlit við russiskum kavbátum í Norðuratlanshavi. Stars and Stripes , sum bara skriva um hernaðarmál, skriva, at amerikanska verjumálaráðið hevur biðið um pengar í fíggjarlógini fyri 2017 til at uppstiga eitt flogfaraskýli í Keflavík. Myndugleikar í Reykjavík hava váttað, at herstøðin í Keflavík var á skránni, tá amerikanski varaverjumálaráðharrin, Bob Work, var í Íslandi í september í fjør. Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, lýsir reglur, sum skulu forða fyri, at ov nógvur smáur svartkjaftur verður fiskaður. Nýggju reglurnar áseta hámark fyri ungfiski. Skiparin hevur skyldu at boða Vørn frá, um meira enn 50 prosent í hvørjum háli er svartkjaftur styttri enn 23 sentimetrar. Avtalur millum land og kommunur um íløgukarmar eru ikki nakað nýtt fyribrigdi í Føroyum. Nøkur ár rundan um aldarskiftið høvdu vit eina skipan, har kommunurnar skrivaðu undir avtalu við landið um íløgukarm. Íløgukarmurin hjá kommununum varð tikin av fyri at fáa gongd aftur í samfelagshjólini. Tí virksemið var lítið og arbeiðsloysið stórt. Púra burturvið, sigur reiðarin Hanus Hansen. Norðingur er at rokna sum eitt nótaskip og manningin verður lønt eftir sáttmálanum fyri nótaskip. Ognarskiftistryggingin, sum varð sett í verk í fjør, skuldi tryggja bæði keypara og seljara, men sambært stjóranum í meklarafyritøkuni, Inni, er tryggingin til fyrimunar fyri seljaran, men ikki keyparan. Um vikuskiftið varpar Norðurlandahúsið ljós á Ísland. Í kvøld fer Bubbi Morthens at spæla konsert. Hann hevur júst givið út 18 konur í samband við, at 100 ár eru liðin, síðani íslendsku kvinnurnar fingu valrætt. Hann slapp eisini at hoyra føroysku útgávuna av Tað er gott at elska, sum Signar í Homrum syngur Sjóvinnuhúsið verður ikki selt ella leigað uttan treytir. Siloin skal brúkast til matstovu, ráðstevnur, framsýningar ella annað, har sum almenningurin hevur atgongd. David Trads hevur millum annað skrivað fyri Information, Berlingske og Jyllands Posten. Hann hevur eisini búð í USA í fleiri ár. Hann fylgir amerikanska valstríðnum og er í USA beint nú, har hann eisini hevur verið á veljarafundum. Og hann stúrir illa fyri tí, hann eygleiðir til. Í einum bloggi í Jyllands Posten kallar hann Trump bæði fasist og heimsins hættisligasta mann í løtuni. Dagurin í dag er vígdur halgimanninum Valentino. Hann var rómverskur prestur. Tá í tíðini í Róm, vildi keisarin hava ungar menn í herin So Valentino vígdi pør í loyndum og fyri hetta var hann revsaður og dripin Hjørdis Háberg Petersen og Dánjal Petersen halda skeið, við øðrum, í Skálavík, sum tey nevna Eg gevi tær mítt hjarta. Tey halda kærleika og hjúnarbandið vera vert at verja og berjast fyri. Stafettina hevur Gunnvá Gaard. Gunnvá er ættleidd til Klaksvíakr og sigur seg hava havt ein góðan og tryggan barndóm og uppvøkstur. Hon hevur ferðast nógv og á eini ferð, gjørdi hon av at fara til Korea. Har fann hon mammu sína, mostrar, systkin, ommu og abba og systkinabørn. Pætur við Keldu og Jens Marni Hansen hava báðir verið við í Melodi Grand Prix, har Kristel Lisberg fer at kappast í annaðkvøld. Teir báðir greiddu frá, hvussu tað er at vera við í kappingini, og hvat hendir handan leiktjøldini og góvu Kristel Lisberg nøkur góð ráð. Somuleiðis greiddi Kristel frá, hvussu hon hevur tað beint nú, og hvat er á skránni hjá henni inntil finaluna. Annars hava fleiri føroyingar verið við í Melodi Grand Prix. Tann fyrsti var Annika Hoydal í 1979 við Alduni . Síðan kom Pætur við Keldu við Som en drøm í 2002. Í 2004 sang Petsi Tvørfoss Mest n r det er regn . Í 2008 royndu The Dreams seg við Lad mig være . Síðani kom Jens Marni Hansen í Melodi Grand Prix og sang Gloria . Og í ár er tað so Kristel Lisberg og Who Needs a Heart . Vápnahvíldin er tó bara galdandi fyri stjórnarherin hjá Assad og uppreistrarbólkar í landinum. Altjóða stríðið móti Islamskum Stati og al Nursa bólkinum fer at halda fram. Vápnahvíldin kemur í lag eftir, at stjórnardeildir við stuðli frá Russlandi hava bumbað Aleppo landslutin har norðuri í Sýria, har uppreistrarbólkar valda í løtuni. Nýkyknaða stríðið hevur rikið eini 100.000 fólk frá húsi og heimi og hevur forðað fyri, at tey neyðstøddu fáa vatn, mat og heilivág. Eftir fundin í gjár viðgekk amerikanski uttanríkisráðharrin, John Kerry, at avtalan um vápnahvíld kanska er í so framsøkin, men hann segði seg vænta, at partarnir fara at virða avtaluna Nú eru vit á einum máli um semjuna, so næstu dagarnar fáa vit at síggja, um hon fer at síggjast aftur í Sýria, segði John Kerry við BBC. Russiski uttanríkisráðharrin, Sergei Lavrov, var eisini á fundinum og segði, at nógv var komið burturúr, hóast hann ikki vildi veita endaliga vissu fyri, at landið fór at gevast við øllum bumbuálopunum, tí segði hann Russland berjist eisini móti illviljaðum yvirgangskroppum. Bæði Reyði Krossur og ST fegnast um úrslitið av fundinum í gjár, tí greitt er, at nú sleppur neyðhjálp aftur til teirra, sum hava brúk fyri henni. Um vinmenninar báðar, Samson, ein ógvuliga ljótan hund, og Roberto, ein listinlærdan og svangan frens. Lívið er fátæksligt og keðiligt, til postboðið ein dagin kemur við einum brævi, har tað stendur, at Samson hevur arvað ein farbróður, hann onki visti um. Eftir hetta broytist alt Um vinmenninar báðar, Samson, ein ógvuliga ljótan hund, og Roberto, ein listinlærdan og svangan frens. Lívið er fátæksligt og keðiligt, til postboðið ein dagin kemur við einum brævi, har tað stendur, at Samson hevur arvað ein farbróður, hann onki visti um. Eftir hetta broytist alt Um vinmenninar báðar, Samson, ein ógvuliga ljótan hund, og Roberto, ein listinlærdan og svangan frens. Lívið er fátæksligt og keðiligt, til postboðið ein dagin kemur við einum brævi, har tað stendur, at Samson hevur arvað ein farbróður, hann onki visti um. Eftir hetta broytist alt Um vinmenninar báðar, Samson, ein ógvuliga ljótan hund, og Roberto, ein listinlærdan og svangan frens. Lívið er fátæksligt og keðiligt, til postboðið ein dagin kemur við einum brævi, har tað stendur, at Samson hevur arvað ein farbróður, hann onki visti um. Eftir hetta broytist alt Um vinmenninar báðar, Samson, ein ógvuliga ljótan hund, og Roberto, ein listinlærdan og svangan frens. Lívið er fátæksligt og keðiligt, til postboðið ein dagin kemur við einum brævi, har tað stendur, at Samson hevur arvað ein farbróður, hann onki visti um. Eftir hetta broytist alt Ein 28 ára gamal maður varð fluttur á Landssjúkrahúsið eftir eitt arbeiðsóhapp í nýggja virkisbygninginum hjá Bakkafrosti í morgin. Danska Processbevillingsnævnet, sum tekur støðu til, hvør sleppur í Hægstarætt við kærumálum, metir ikki, at málið er nóg prinsipielt at royna í Hægstarætti. Advokaturin hjá granskoðarunum, Christian Andreasen, harmast um avgerðina, tí eftir hansara tykki var málið nóg prinsipielt at kunna fara í Hægstarætt. Málið snýr seg um tveir grannskoðarar, sum vildu hava rættin at ógilda avgerðina hjá Løgmansskrivstovuni um at strika løggildingina, sum grannskoðararnir fingu í 2007. Grannskoðararnir sum stevndu Løgmansskrivstovuni vóru upprunaliga fýra, men tá dómsviðgerðin var, vóru teir bert tveir. Hinir eru farnir í aðra vinnu. Um vinmenninar báðar, Samson, ein ógvuliga ljótan hund, og Roberto, ein listinlærdan og svangan frens. Lívið er fátæksligt og keðiligt, til postboðið ein dagin kemur við einum brævi, har tað stendur, at Samson hevur arvað ein farbróður, hann onki visti um. Eftir hetta broytist alt Um vinmenninar báðar, Samson, ein ógvuliga ljótan hund, og Roberto, ein listinlærdan og svangan frens. Lívið er fátæksligt og keðiligt, til postboðið ein dagin kemur við einum brævi, har tað stendur, at Samson hevur arvað ein farbróður, hann onki visti um. Eftir hetta broytist alt Jacob Vestergaard, fyrverandi landstýrismaður í fisivinnumálum, hevur ilt við at fáa eyga, at Trygdargrunnur Fiskivinnunnar verður misbrúktur. Hann sigur, at er nakað at fýlast á, so eigur stýrið fyri Trygdargrunnin at taka málið upp til viðgerðar, og um neyðugt koma við tilmæli til landstýrismann í fiskivinnumálum. Jacob Vestergaard heldur, at politikararnir sum minst skulu blanda seg uppí, nú Trygdargrunnurin er lagdur út til vinnuna at umsita. Tað verður eisini prátað um avbjóðingarnar, ið Náttarravnunum yvirhøvur eru fyri í náttarlívinum í Havn, og hvussu tey ungu skikka sær í dag sammett við fyrr. Tá bygningurin verður liðugt umvældur í summar, hevur Tórshavnar havn nýtt 100 milliónir til bygningin, tað eru 12.000 krónur fermeturin. Ljós verður varpað á norðurlendskan film. Til umrøðu eru filmarnir, sum vórðu innstillaðir til filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins í fjør. Gudmund Helmsdal Nielsen og Julia í Kálvalíð meta um filmarnar. Vit hitta Lív Róadóttir, sum hevur fingið gott skoðsmál fyri fyrsta yrkingasavnið, Hvít sól, sum kom stutt fyri jól. Vit forvitnast um tiltakið Áfram Ísland í Norðurlandahúsinum. Eisini hitta vit stigtakaran til serstøku konsertina til heiðurs fyri Jógvan Telling Joensen Tey tosaðu við Sirið Stenberg og hennara embætisfólk um heilsu, orku og ferðavinnu og umhvørvi, sum Útoyggjafelagið tvinnar saman. Hóast Sirið Stenberg umsitur útjaðaramál, varða nakrir landsstýrismennk eisini av útoyggjunum, so Útoyggjafelagið skal eisini hava fund við teir. Hann spyr, hví Asbjørn Senior fyrst fekk noktað fiskiloyvi, tí ov stórur útlendskur ognarlutur var uppií, men fáar dagar seinni kortini fekk loyvi útskrivað. Kári P. Højgaard vil eisini hava Høgna Hoydal at greina søluna, sum Kringvarpið bar tíðindini um, har fiskiskip vórðu keypt og seld fyri tvísifraða milliónaupphædd millum feløg, sum hava somu eigarar. Og tingmaðurin hjá Nýggjum Sjálvstýri vil eisini hava at vita, hvørjar ítøkiligar ætlanir, landsstýrismaðurin hevur at steðga keyp og sølu av fiskiloyvum, sum verða seld víðari. Kári P. Højgaard sigur í viðmerkingunum til fyrispurningin, at mong undrast og spyrja, tá tíðindi berast í fjølmiðlunum um stórar skipasølur millum feløg við somu eigurin. Hann sigur, at tá eitt skip verður keypt, og keypið verður fíggjað við nærum 100 prosentum í lánspeningi, kann av røttum verða spurt, um tað ikki er lánspeningurin, sum stýrir og hevur avgerðarrættin. Nógv hevur verið tosað um fult gjøgnumskygni og klokkuklárar mannagongdir, og at sínámillum keyp og søla av fiskiloyvum skuldi steðgast beinan vegin. Hjálpartólamiðstøðin í Havn er farin í nýggj og betri høli. Endamálið hjá miðstøðini er at vísa fram og læna út hjálpartól til borgarar við skerdum førleikum. Men nú ber eisini til at sleppa til endurvenjing á miðstøðini. Tað er ein fyrimunur fyri brúkaran, sigur Edvard Heen stjóri í Almannaverkinum. Deildin Børn og Ung hjá Almannaverkinum fer eisini at halda til í nýggju hølunum, so 22 starvsfólk verða í húsinum. Fróði Sigvardsen eigur bygningin, ið Almannaverkið leigar. Føroyingar skulu á fólkaatkvøðuni næsta ár taka støðu til rættin hjá føroyingum at loysa frá Danmark. Politiska arbeiðið byrjar seinni í mánaðinum, og skal verða liðugt í heyst. Men ivasamt er, um Sambandsflokkurin verður við. Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, sigur, at flokkurin er til reiðar at fara til verka, um samgongan sendir boð eftir honum. Tað er eydnast USA og Russlandi at semjast um eina vápnahvíld í Sýria, og tað fegnast Jens Stoltenberg, aðalskrivari í NATO um, men tað hevur ikki eydnast at fáa vápnahvíldina setta í verk. Virðað verður fyri, at fáa hana setta í verk innan eina viku. Ger ein sang og innspæl hann til trý listaverk at framføra. Tað er hugskotið aftan fyri listaframsýningina hjá Heklu Døgg Jóhnsdóttir í Norðurlandahúsinum. Framsýningin er partur av tiltakinum Land í eygsjón um Ísland, sum byrjaði í dag. Spurningarnir hesa ferð eru millum annað um verforeldur, ið drekka ov illa, eina 15 ára gamla dóttir, sum vil hava nýggja sjeikin at gista, og so ein mann, ið hevur fingið at vita frá einum vinmanni, at konan er ótrúgv. Fríggjakvøld, og klokkan er 22. Uppgávan skal latast inn á midnátt. Skriva orkar tú ikki, men ein góður vinmaður hjálpir tær bara hesa einaferð. Er tað at snýta Vit práta vit við tveir miðnámsskúlanæmingar, sum greiða frá, hví teir snýta í uppgávum. Hesir verða tó dulnevndir. Teir greiða millum annað frá, at teir vita um mong onnur, ið gera tað sama. Samstundis fann H71 sítt besta spæl fram, og tá seinni hálvleikur var hálvrunnin var H71 leiðslan so stór, at alt var mest sum avgjørt. Hann tók sera nógv skot, og hevði eitt bjarginarprosent á heili 54 prosent. Tóraldur bleiv eftir dystin valdur til dagsins mann hjá H71. Tað sigur Niels Mortensen, nevndarformaður í Atlantsflogi. Hann vil kortini ikki avsanna tíðindini um, at matur og drekka ikki verður ókeypis umborð á flogførunum hjá Atlantsflog eftir 1. mai. Hann vil heldur ikki svara, um broytingar, sum eru gjørdar í felagnum, síðani leiðslan varð broytt fyri góðum tveimum árum síðani, fara at síggjast aftur í úrslitinum fyri 2015. Ársroknskapurin er ikki klárur enn. Felagið umsetir fyri hálva milliard krónur um árið. Vit kunnu staðfesta, at ferðafólkatalið veksur, at prísirnir eru lækkaðir, og at fólk brúka tilboðini, sum felagið er komið við, sigur Niels Mortensen. Niels Mortensen ger púra greitt, at uppgávan hjá honum var at fáa tað at verða so bíligt sum gjørligt at ferðast. Hann sigur, at felagið arbeiðir við fleiri broytingum, sum vit fara at hoyra um í næstum. Ein av broytingunum er so eftir øllum at døma, at fólk í framtíðini sjálv skulu gjalda fyri matin umborð. Men sum skilst er hetta ikki einasta broytingin, sum verður hjá Atlantsflog í næstum. Eitt av málinum, sum Turkaland hevur lopið á, er Menagh flogvøllurin, sum kurdiska herliðið YPG hevði tikið frá Islamska statinum. Turkiski forsætisráðharrin, Ahmet Davutoglu, segði í turkiskum sjónvarpi, at Turkaland fór at leypa á, um kurdiska herliðið ikki tók seg aftur av flogstøðini, ið er sunnan fyri sýriska býin Azaz nærhendis markinum til Turkalands. Turkaland sigur, at kurdiska herliðið YPG í Sýria hevur samband við herðin hjá kurdiska arbeiðaraflokkinum PKK, sum í Turkalandi hevur verið í vápnaðum bardaga við turkiska herin í áratíggju. Ein talsmaður fyri amerikanska uttanríkisráðið hevur heitt á kurdiska herin í Sýria, um ikki at gera sær dælt av støðuni í Sýria og hertaka nýtt land. Í seinastu frágreiðing síni finst Flóttafólkastovnurin hjá ST at Danmark fyri at hava hert treytirnar fyri familjusamanføring soleiðis, at flóttafólk í staðin fyri eitt ár nú skulu bíða í trý ár eftir at kunna fáa familjuna til Danmarkar. Onnur lond umhugsa at gera tað sama ella at herða reglurnar uppaftur meira hóast brúk er fyri tí øvugta, at fólk trygt kunnu fáa samband við familju sína aftur og ikki enda í hondunum á smuglarum og brotsmonnum, sigur flóttafólkastovnurin UNHCR. Fyrstu seks vikurnar av 2016 eru 80.000 fóttafólk komin til Evropa við báti, og tað eru fleiri enn tey, ið komu, fyrstu fýra mánaðirnar í fjør. Í ár eru meira enn 400 druknaði á ferðini til Evropa, og hóast vetur er, og veðrið er ringt, seta 2.000 fólk hvønn einasta dag sítt egna lív og lív barnanna í váða fyri at koma til Evropa. Níggju av tíggju flóttafólkum koma úr Sýria, Afganistan og Irak, og 58 prosent eru kvinnur og børn, sigur ST flóttafólkastovnurin, UNHCR. Samstundis sum flóttafólkini gerast fleiri, avmarka fleiri evropeisk lond møguleikarnar hjá flóttafólki at sleppa um landamørk, sigur flóttafólkastovnurin hjá ST, og hevur heitt á londini um at taka ímóti flóttafólkunum ístaðin fyri at gera tað øvugta, at avmarka talið. Flóttafólkini, ið koma til Evropa, eru so nógv, at tað sum frá líður neyvan fer at bera til at taka ímóti teimum, heldur ikki teimum, sum veruliga hava brúk fyri at vera hjálpt. Tað, norski verjumálaráðharrin segði, var svar uppá eina áheitan frá Filippo Grandi, flóttafólkahákommiseri hjá ST. Hann hevur biðið Evropa og restina av heiminum taka ímóti 450.000 flóttafólkum úr legum í grannalondum Sýria. Filippo Grandi segði á trygdarráðstevnuni í Munchen, at brúk er fyri at linka um trýstið á flóttafólkalegurnar í Libanon, Jordan og Turkalandi. Tíggju prosent av flóttafólkunum hava brúk fyri einum tryggum vegi út úr flóttafólkalegunum uttan at enda í hondunum á smuglarum og brotsmannaliðum, segði Filippo Grandi. Jóannes Rubeksen í Havn fylti 90 ár herfyri. Í meir enn 40 ár arbeiddi hann á Telegrafstøðini, har hann var seinasti stjórin. Nú hevur hann verið pensjónistur í 25 ár. Jóannes vaks upp við M.A. Winthersgøtu, har pápin Sámal hjá Hans í Smiðjustovu bygdi upp í hjá pápa sínum. Upprunahúsini hjá Rubeksenfólkinum í Havn stóðu við Havnar kirkju. Mamma Jóannes var Thomina av Toftum, dóttir bóndan Jógvan Norði. Jóannes giftist Sólrun Árting í Havn. Tey bygdu undir Svartafossi. Flogfarið, sum skuldi fara úr Vágum til Keypmannahavnar í morgun, mátti takast úr flúgving, tí trappan tók í flogfarið, og ein bugla kom á síðuna. Flogfarið er farið til kanningar, og tað hevur við sær seinkingar á ferðunum í dag til og úr Keypmannahavn og Billund, sigur Atlantic Airways í tíðindaskrivi. Løggild matvøruvirki fara at selja minni. Men matvøruhandlarnir fara at hava fleiri vørur at selja. Galdandi matvørulóg ger, at matvørutrygdin er í hásæti. Tey, sum keypa í handlum, vita, at vøran kemur frá løggildum virki. Handilsvinnufelagið sær bæði fyrimunir og vansar í ætlaðu broytingini í matvørulógini. Broytingin skal loyva handlum at selja siðbundan føroyskan mat, sum ikki er gjørdur á løggildum virki. Talan er um vørur úr seyðakjøti og neytakjøti. Verður uppskotið samtykt, fer matvørutrygdin í handlunum at valdast alt eftir, hvørjum framleiðara handilin keypir frá, sigur Handilsvinnufelagið. Felagið mælir til, at vøran eigur at vera merkt, so fólk vita, um vøran, tey ætla at keypa, kemur frá løggildum framleiðara ella er heimaframleiðsla. Handilsvinnufelagið fegnast um, at matvøruhandlar fara at kunna selja fleiri siðbundnar føroyskar vørur og keypa frá fleiri veitarum. Men fyri virki, sum hava innrættað seg eftir galdandi lóg, fer uppskotið, eins og sagt verður í viðmerkingunum um lógaruppskotið, at hava fíggjarligar avleiðingar. Og tá nú matvørulógin skal gerast linari, heldur Handilsvinnufelagið, at hon skal galda fyri allar kjøtvørur, ikki bara vørur úr seyðakjøti og neytakjøti. Ternan siglir farmatúrar mánadagar og fríggjadagar. Teir dagar, Ternan er í Norðoyggjum, siglir Jósup nakrar túrar á Nólsoyarleiðini. Serlig ferðaætlan er gjørd fyri páskirnar, tá Ternan eisini siglir nakrar túrar á Kalsoyarleiðini, so bilar slappa í Kalsoynna og úr henni aftur. Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, vil hava at vita frá Poul Michelsen, landsstýrismanni í uttanríkis og vinnumálum, nær væntast kann, at umsitingin og avgreiðsla av arbeiðs og uppihaldsloyvi verður yvirtikið sum sermál. Kári P. Højgaard spyr, um landsstýrismaðurin heldur, at borgarar úr londum, sum ikki eru í ES, giftir við føroyingum og vilja búseta seg í Føroyum, eru í serstøðu og eiga at sleppa til arbeiðis skjótast til ber. Hann vil eisini hava at vita, hvussu nógvir persónar úr triðjalondum, sum eru giftir við føroyingum, hava søkt um arbeiðsloyvi í Føroyum seinastu trý árini. Kári P. Højgaard spyr eisini, um donsku útlendingamyndugleikarnir altíð avgreiða arbeiðsloyvi samsvarandi tilmæli frá Útlendingastovuni. Ert tú ein genta millum 14 og 19 ár og hevur hug at gerast rokktónleikari So er at melda seg til eina verkstovu, sum verður í Norðurlandahúsinum 21. til 27. juni. Íslendski tónleikarin Ingibjørg Elsa Turchi skipar fyri. Eiðis kommuna hevur gjørt sáttmála við Norðurhelvt, annan av hagapørtunum, um vetrarfriðing. Kommunan gjørdi í fjør sáttmála við hin hagapartin, Suðurhelvt, ið eisini hevur vetrarbit í bygdini. Arbeiðið at vetrarfriða er drúgt, men nú sáttmálarnir eru komnir undir land, er klárt at vetrarfriða, og arbeiðið byrjar eftir ætlan í summar, skrivar heimasíðan hjá Eiðis kommunu. Kommunan samtykti í fjør, at sáttmálarnir skuldu í mesta lagi kosta kommununi 1,2 milliónir fyri mist vetrarbit, og hámarkið heldur. Enn er ymist eftir at gera, eitt nú skulu rulluportur endaliga staðsetast. Av teimum 5.600 tonsunum kunnu í mesta lagi 1900 tons vera toskur og í mesta lagi 650 tons brosma. Ikki er loyvt at fiska kalva og svartkalva. Sambært kunngerðini, sum Fiskimálaráðið hevur sent til hoyringar, kunnu í mesta lagi 20 línuskip vera til fiskiskap í íslendskum sjógvi í senn. Nógv seinkaða brúgvin um Sandá er aftur seinkað. Sambært seinastu avtaluni millum Tórshavnar kommunu og byggifelagið J og K Petersen skuldi brúgvin vera liðug 29. februar. Ringa veðrið er enn eina ferð grundin til, at arbeiðið er so nógv seinkað, sigur borgarstjórin. Tað er ógreitt, hvussu nógv seinkað brúgvin verður hesaferð. Mikael Viderø, tekniskur stjóri, er ikki at hitta í dag. Sambært skrivaranum hjá honum verður eitt kunningarskriv sent út seinni í vikuni. Dagurin í dag er ein lagnudagur hjá einum av teimum stóru partaeigarunum í Smyril Line og í Skansa Offshore. Fær norðmaðurin, Per Sævik, sum eigur útivið ein triðing í føroysku reiðaríunum, ikki eina nýggja fíggingaravalu í lag við bankarnar, yvirtaka teir felagið Havila Shipping, sum Per Sævik eigur. Norskir miðlar skriva, at Per Sævik hevur boðið bankunum at seta 150 milliónir krónur í felagið Havila Shipping fyri at bjarga felagnum undan at verða sett undir umsiting. Á fundinum fara Landsdjóralæknin og Heilsufrøðiliga starvsstovan at leggja fram uppskot um leiðreglur at brúka eftir galdandi kunngerð og uppskot um broytingar í kunngerðini um laksalús, sum er frá 2009. Poul Michelsen, sum er landsstýrismaður í alimálum, segði við Útvarpið fyri trimum vikum síðani, at hann fer at herða krøvini til alivinnuna fyri at fáa laksalúsina niður. Millum verður markið lækkað fyri, hvussu nógvar lýs kunnu vera á hvørjum laksi. Poul Michelsen hevur eisini biðið alarar koma á fund í Vinnumálaráðnum um laksalúsina. Poul Michelsen sigur, at hann er sinnaður at hjálpa við neyðugari lóggávu, um partarnir halda, at lógarbroytingar skulu til fyri at loysa trupulleikan. Kanningar vísa, at føroyskur laksur gerst alt meira fongdur við lús. Í desember í fjør kom talið á kynsbúnum laksalús upp á 38 milliónir. Hetta er tvær ferðir so nógv sum árið fyri, og fýra ferðir so nógv sum fyri trimum árum síðan. Mikudagin og hósdagin í síðstu viku vóru fólk frá norska matvørueftirlitinum í Føroyum fyri at tosa við Landsdjóralæknan og Heilsufrøðiligu starvsstovuna um laksalús. Fyri 18 árum síðan tók tann í dag 40 ára gamla Jónley á Løgmansbø eina avgerð, sum líka síðan hevur havt ein altavgerandi leiklut í lívi hennara. Í dag er Jónley elsti núlivandi føroyingurin við cystiskari fibrosu, og hóast kroppurin hevur tikið væl ímóti nýggju lungunum, livir hon hvønn dag í óvissuni um, hvussu nógva tíð hon hevur eftir. Á Vegamótinum fortelur Jónley á Løgmansbø millum annað um barna og ungdómsárini, tá hon var ógvuliga sjúk, um lungnatransplantatiónina, og hvussu hon hevur lært seg at liva við sjúkuni. Tað eru 291.000 fleiri enn í 2014, vøksturin er 29,2 prosent. Harafturat koma tey, sum eru við stóru ferðafólkaskipunum. Tey eru stívliga 100.000. Býráðið í Fuglafirði samtykti annars tann 10. desember í fjør at hava borgarafund í seinasta lagi 15. februar í ár um ætlanina at leggja grót í fjøruna vestanfyri. Men býráðið noyðist at bróta býráðssamtyktina, viðgongur borgarstjórin, Sonni á Horni. Hann boðar ikki frá fundi, tí meiriluti er ikki í býráðnum fyri at hava fundin nú. Eingin dugur at siga, nær borgarafundurin í Fuglafirði verður. Tórður Mikkelsen vitjar við mikrofonini Frammi við Gjónna saman við 92 ára gomlu Honnu Jacobsen úr Sørvági og 86 ára gamla Robert Magnussen úr Vestmanna, ið fyri ein stóran part vuksu upp hjá ommuni og abbanum í hesum avbyrgda plássi. Tað er heilt týðiligt, at systkinabørnini bæði hava nógv góð minnir frá barnaárunum Frammi við Gjónna, sum standa á einum sera vøkrum og friðsamum bletti við Leynavatn. Høvuðsendamálið við skúlahjálpini er at bøta um próvtølini hjá teimum næmingunum, sum vit koma í samband við, sigur dagligi leiðarin, Einar Martin Hjalt Jacobsen. Men hví hava kvinnur ikki eins og menn menn lagt rokkpallin undir seg Lív Patursson er samfelagsfrøðingur við sergrein í kynjafrøði. Musikkskúlarnir eru farnir at hava ársroyndir og sálda næmingar frá, so fleiri fáa møguleikan, men skulu tey 500 sleppa inn, sum kundu byrjað í morgin, má hægri játtan til. Í Kjakinum eftir Dag og viku týskvøldið spyrja vit, hvat gerast kann fyri at fáa børn og ung av bíðilistunum og inn á musikkskúlarnar. Føroyingar eru ikki so bjartskygdir longur. Ikki sambært nýggjastu konjunkturkanningini, sum Hagstovan kunngjørdi á heimasíðuni mánadagin. Yvirskipaða vísitalið fyri brúkarar og vinnu lækkaði samanumtikið seinna hálvárið 2015 úr 23 niður í 20. Talið nærkast tí 17, sum er miðaltalið seinastu tíggju árini. Í fíggjarkreppuni, sum brast á í 2008, lækkaði vísitalið nógv, heilt niður í minus 29. Men síðani hækkaði tað aftur upp í 37 á sumri í 2014, tá tað so aftur fór at lækka. Fyri einum ári síðani var vísitalið kortini lægri enn nú, tá var tað 18. Nú er tað 20. Húsarhaldini halda ikki, at útlitini eru so góð sum tey hava verið. Millum annað vænta fleiri fólk nú, at arbeiðsloysið fer at vaksa aftur. Í tilfeingisvinnuni stúra tey fyri versnandi atgongd til marknaðir uttanlands og fyri at fáa minni fyri útfluttu vøruna. Byggivinnan hevur aðrar trupulleikar at stríðast við, hon fær ikki fólk at gera alt arbeiðið, sum hon hevur. Handlarnir lata væl at søluni, men færri enn áður vænta sær góða sølu í ár. Handilsvinnan fer at hava minni brúk fyri fólki í ár. Í tænastuvinnuni meta tey støðuna at vera ta øvugtu sum hjá handilsvinnuni. Útlitini eru betri og brúk verður fyri størri arbeiðsmegi á ár. Í gjár frættist, at fær normaðurin Per Sævik, sum eigur næstan ein triðing í føroysku reiðaríunum Skansanum Offshore og Smyril Line, ikki nýggja fíggingaravtalu í lag við bankarnar fyri midnátt, yvirtaka bankarnir felagið Havila Shipping, sum Per Sævik og familja hansara eiga, og seta tað undir umsiting. Sambært norskum miðlum í morgun var tó eingin loysn fyri midnátt. Stjórin í felagnum, Nj l Sævik, boðaði Sunnmørsposten frá í gjárkvøldið, at hann fer at boða keypsskálanum í Oslo frá støðuni, tá okkurt er at frætta. Tá klokkan fór av midnátt, var einki komið frá Havila Shipping. Sambært norskum miðlum hevði Havila Shipping freist til á midnátt at endurfíggja 5,7 milliardir norskar krónur, góðar 4,4 milliardir danskar, sum felagið skyldar. NRK skrivar, at kreppurakta norska frálandsfelagið má fáa góðkenning frá tveimum triðingum av teimum sum eiga lánsbrøvini í felagnum, skal bjargingarætlanin fremjast. Sambært sysla.no vil Sævik familjan, sum eigur 51 prosent av felagnum, útseta og minka stór avgjøld aftur fyri at felagið rindar rentur og keypir aftur part av lánsbrævaskuldini. Harafturat vil Sævik hava partaeigararnar at seta 300 milliónir norskar krónur í felagið. Samstundis vil Sævik familjan varðveita sín part, meirilutan í felagnum. Tað krevur, at Per Sævik og hansara fólk seta 153 milliónir afturat í felagið, stendur í fráboðan til keypsskálarnar. Hinar 147 milliónirnar noyðast hinir eigararnir at koma við. Bankarnir hava longu játtað at minka avgjøldini 400 milliónir næstu trý árini. Eisini teir størstu lánsbrævahavararnir hava játtað at vera við í endureisnini, men tað er ikki eydnast at fáa nóg nógvar at játta. Tí var eingin loysn fyri midnátt. Í ringasta føri taka bankarnir við róðrinum og avgera, hvat so skal henda. Ella noyðist Havila Shipping undir nýggjar samráðingar við kreditorarnar, sigur Nj l Sævik sambært NTB. At ein stórur partaeigari í Skansa Offshore og Smyril Line er í so tungum sjógvum fíggjarliga, ávirkar tó ikki tey føroysku reiðaríini, segði Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Skansa Offshore og nevndarformaður í Smyril Line, við Útvarpið í gjár. Meiningin við kórinum var at fáa lurtararnar við í eina verkætlan um eitt kór við 20 30 fólkum, ið skuldi venja eitt stutt tíðarskeið. Bara minuttir eftir, at morgunsendingin hevði avdúkað verkætlanina við einum morgunkóri, sum Sigrið Sivertsen fór at leiða, ja, so komu teldupostar sendandi úr øllum landinum. Áhugin var so stórur, at Sigrið og morgunmanningin avráddu at skipa eitt kempistórt kór. Meira enn 90 fólk sluppu við, og mánakvøldið 16 februar var fyrsta venjingin. Í gjár, 15. februar, dagin fyri eittárs dagin, vandi kórið í skúlanum við Løgmannabreyt. Morgunkórið venur hvørt mánakvøld í skúlanum við Løgmannabreyt. Kvinnur um allan heim eru ávaraðar móti Zika virusinum, tí samband kann vera millum virusið og viðfødda heilaskaðan, mikrocefali, har børn verða fødd við ov lítlum høvdi. Heimsheilsustovnurin, World Health Organization WHO , sigur, at sambandið millum virusið og heilaskaða kann verða endaliga váttað um nakrar vikur. Men læknarnir í argentinska felagsskapinum, PCST, halda, at syndarin er ein heilt annar eitt evnafrøðiligt evni, sum brasilsku myndugleikarnir hava latið út í drekkivatnið fyri at forða mýggjabitum í at nørast í vatnbyrgingum. Argentinsku læknarnir vísa á, at fleiri fólk í øðrum londum eru smittað við Zika virus, men uttan tilburðir við mikrocefali, sum verður knýtt at virusinum, skrivar Tech Times. Læknarnir siga, at eisini evnafrøðiliga envið pyriproxyfen er latið í drekkivatnið júst í teimum økjum, har nógvir tilburðir av mikrocefali eru ávístir. Brasilski stakstaturin, Rio Grande do Sul, hevur steðgað nýtsluni av pyriproxyfen, til málið er kannað, skrivar blaðið The Telegraph. Stjórnin í Brasil vísir hinvegin aftur ástøðinum um pyriproxyfen og leggur dent á, at eingi vísindalig prógv eru fyri, at pyriproxyfen er orsøkin til mikrocefali. Antonin Scalia, hægstarættardómari, doyði 13. februar. Tað merkir, at ein nýggjur hægstarættardómari skal veljast. Tað er forsetin, sum velur hægstarættardómarar, og valið er politiskt. Hægstirættur í USA telur níggju dómarar. Áðrenn Scalia doyði, var valdsbýtið soleiðis, at republikanararnir høvdu fimm mans í hægstarætti og demokratarnir fýra. Republikanski forsetin, Ronald Reagan, valdi republikanaran Scalia. Tað er Barack Obama, sum er demokratur, ið skal velja avloysaran, og hann fer sjálvandi at peika á ein demokrat. Men senatið skal góðkenna valið hjá Obama, og í Senatinum hava republikanararnir meiriluta. Tí er støðan bæði spent og fløkt í USA í løtuni. Jógvan Svabo Samuelsen, løgfrøðingur úr Keypmannahavn og Master of Law úr University of California í Davis, greiddi í Góðan morgun Føroyum frá hægstarættarskipanini, hvør Scalia var, og hvørji útlitini eru. Í ár eru liðin 20 ár, síðan 200 innspældi fyrsta lagið. Síðani hava teir latið fimm studioútgávur og eina liveútgávu úr hondum. Nú verður sætta studioútgávan gjørd. Ein útgáva, sum hevur skaðafrøði sum eitt høvuðstema, men sum eisini revsar nakað av tí reyða og nemur við aktuell samfelagsviðurskifti. Morgunsendingin var í Studio Block fríggjakvøldið, tá Niels Arge Galán, Uni Árting og Mikael Blak tóku upp. Í trimum sendingum verður ljóskastarin settur á føroyska Málráðið. Í hesi sendingini eru vit á vitjan hjá Zakarisi Svabo Hansen, sum er formaður í Málráðnum, og hjá Katrini Næs, sum er næstforkvinna. Í Savnsgullinum tosa tíðindafólkini Brynhild Thomsen, Johnsigurd Johannesen og Sigrún H. Brend um gamlar tíðindatekstir, sum vit hava funnið fram, og at enda er Petur Øster tilreiðar við eini hugleiðing um málið. Jóannes Rubeksen gekk í kommunuskúlanum, realskúlanum og á studentaskeiðnum, har hann tók prógv í 1944. Í 1939 var hann í Danmark við skúlabørnunum. Har vann hann ein flúgvitúr yvir Keypmannahavn. Sum skóti í SSB var hann við í fyrstu Tingakrossrenningini. Hersetingin í 1940 var eitt stórt umskifti, og fleiri kravgongur vóru til frama fyri Merkinum. Skúlin var altíð myrkalagdur. Havnin var fyri fleiri bumbuálopum. Eftir skúlaárini arbeiddi Jóannes fyrst á Landsbókasavninum og síðani á ísgerðini hjá Valdemar Lutzen. Telegrafstøðin var arbeiðsplássið hjá Jóannesi Rubeksen frá 1948 til 1991. Jóannes byrjaði sum fjarritari, var síðani á skrivstovuni og at enda stjóri á støðini, sum Stóra Nordiska slepti í 80 unum. Mesta starvsfólkatalið var 64. Helvt um helvt telefongentur á ríkistelefonini og fjarritarar og teknikarar á Tórshavn radio. Nýggj telegrafstøð kom í kalda krígnum við tjúkkum betongmúrum og stálplátum fyri videyguni. Í frítíðini hevur Jóannes eitt nú dansað í Dansifrøi og verið limur í Lions. Felagið váttaði í dag leysatíðindi um, at tað verður ikki ókeypis at eta og drekka sterkt í flogførunum. Matarskipanin eigur á leið helvtina av teimum 17 milliónunum, sum felagið skal vinna aftur, nú ferðaseðlarnir verða bíligari. Men tað verður tó ikki fyrr enn 1.september. Men hví bíligari ferðaseðlar Hava tey í Atlantic Airways frætt um onnur feløg, sum ætla sær at flúgva hendanvegin Hoyr alla samrøðuna við Jóhonnu á Bergi, stjóra í Atlantic Airways. Í 2015 komu 44 umsóknir inn og í 2014, sum var metár, komu 48 umsóknir. Tað er ilt at siga, hvørjar orsøkirnar eru, til at umsóknartalið er lækkað. Tað kann hugsast, at nógvu játtanirnar úr Sjúkrakassagrunninum seinastu tvey árini hava mettað tørvin á heilsuøkinum nakað, sambært Granskingarráðnum. Ein onnur orsøk kann vera, at kappingin hevur verið so hørð, at hugurin at royna seg í ár er minkaður, skrivar Granskingarráðið á heimasíðuni. 13 kvinnur og 13 menn standa sum verkætlanarleiðarar í umsóknunum. Tað er javnari býti enn undanfarnu trý árini, tá munandi fleiri kvinnur enn menn søktu. Treytin, fyri at fáa stuðul úr Granskingargrunninum, er, at umsøkjarin skal vera føroyingur, ella at verkætlanin skal hava tilknýti til føroyskar granskingarstovnar ella á annan hátt hava týdning í føroyskum høpi. Nýggju brandbilarnir, Vága floghavn hevur fingið í dag, eru partur av at fyrireika og menna Vága floghavn til framtíðina, sambært heimasíðuni hjá Vága floghavn. Vit hava lagt stóran dent á at framtíðartryggja tilbúgvingina á flogvøllinum, so vit eisini kunnu taka ímóti størri flogførum í framtíðini, sigur Jákup Egholm Hansen, rakstrarleiðari. Nýggju sløkkiliðsbilarnir verða eisini brúktir á flogvallunum í Kastrup og Billund, og lúka øll krøvini hjá myndugleikunum, upplýsir Vága floghavn á heimasíðuni. Tað eru 688 fleiri løntakarar enn árið fyri. Hagstovan sigur, at afturgongdin, sum var eftir fíggjarkreppuna í 2008, er vunnin innaftur. Í 2007 vóru 26.000 løntakarar, og tað er tað mesta nakrantíð. Men síðani fóru 2500 úr vinnu, og í 2011 vóru bara 23.300 løntakarar eftir. Í fiski , ali og aðrari ráevnisvinnu vóru 4.300 løntakarar í november í fjør. Í byggivinnuni vendi gongdin í 2013, og tá var framgongd fyri fyrstu ferð í seks ár. Í fjør arbeiddu 3.431 fólk í byggivinnuni. Minni framgongd var í privatu og almennu tænastuvinnuni enn í framleiðsluvinnuni. Í privatu tænastuvinnuni starvaðust 8.214 løntakarar í fjør, og í almennu tænastuvinnuni starvaðust góð 9.000 fólk. Almennu tænasturnar vórðu ikki so meint raktar av fíggjarkreppuni sum hinir vinnubólkarnir, og síðani 2008 hevur verið ein lítil vøkstur. Í fjør fór talið av starvsfólki í almennum tænastum fyri fyrstu ferð upp um 9.000, vísa tølini hjá Hagstovuni. Sambært Vørn fekk Klakkur 760 tons, Kambur 630, Eivind 560 og got 400 tons. Skipini landaðu eina ferð i St. Pier, sum er fronsk havn. Í fjør kom millum ein triðing og helvt av tí, sum varð landað í St.Pierre, til virkingar í Føroyum. Tá fiskurin er landaður, verður hann skildur í støddir og pakkaður í bingjur. Tað tekur millum tríggjar og fýra vikur at flyta fiskin úr St. Pierre til Føroya. Føroyska toskakvotan á Flemish Cap í ár er 3.114 tons. Trolarar eiga ein fjórðing av kvotuni, 778 tons. Tveir trolarar hava boðað frá, at teir fara á Flemish Cap, Brestir og Sjagaklettur. Stjórin á Bakkafrosti og skrivarin hjá Havbúnaðarfelagnum vildu hava verandi skipan broytta, so Apoteksverkið ikki hevur einkarætt at selja alivinnuni heilivág. Orsøkin var millum annað, at núverandi skipan skerjir kappingarførið, tí kappinarneytar uttanlands gjalda minni fyri heilivágin til alivinnuna. Men skipanin verður ikki broytt eftir ynski hjá Regini Jacobsen, stjóra á Bakkafrosti. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, sigur, at Apoteksverkið strembar eftir støðugt kappinarførum prísum frá framleiðara. Tí verður tað sambært landsstýriskvinnuni ikki dýrari at keypa heilivág. 36 komu í elektrikaralæru í fjør, 43 í timburlæru, 42 fóru í læru sum maskinsmiður, 32 fóru í skrivstovulæru, og skrivað varð undir 42 lærusáttmálar í smásølu, upplýsir Yrkisdepilin. Í 2012 vórðu 229 lærusáttmálar gjørdir, í 2013 278, í 2014 266, og í fjør vórðu 284 lærlingasáttmálar gjørdir, sambært Yrkisdeplinum. Trupulleikin við linjuføringini í Hvalbiartunlinum er, sambært varaborgarstjóranum í Hvalba, serliga á sunnaru síðu, har nýggi tunnilsmunnin liggur næstan líka høgt uppi sum verandi munni. Arktiski sáttmálin um tilbúgving í samband við oljudálking verður nú settur í gildi í Føroyum. Tað merkir samstundis, at hini londini, sum eru við í sáttmálanum, eisini hava skyldu at hjálpa, um ein størri oljudálking verður í føroyskum øki. Nú er freistin hjá Vinnunevndini at koma við áliti aftur longd, hesa ferð til 29. februar. Orsøkin er hin sama sum fyrr. Løgfrøðiliga uppritið, sum Vinnunevndin bað umsitingina hjá Løgtinginum um, er ikki liðugt. Løgtingsskrivstovan sigur, at hon hevur so nógv átroðkandi mál, at stundir hava ikki verið at gjørt løgfrøðiligu metingina. Í dag hevur Vinnunevndin havt uppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, í tveir mánaðir. Andstøðan, sum hevur meirilutan í Vinnunevndini, tekur ikki undir við uppboðssøluni. Hon vil hava at vita, hvat løgfrøðingarnir hjá Løgtinginum siga um vandan fyri endurgjaldskrøvum frá reiðarum, nú teir skulu noyðast at keypa fisk, sum teir siga seg longu eiga, á uppboði. Reiðarafelagið fór í Løgtingið við tveimum løgfrøðiligum uppritum fyri jól. Í teimum verða løgtingsfólk gjørd varug við, at landsstýrið kann verða stevnt eftir endurgjaldi fyri mist fiskirættindi, sum reiðararnir siga seg eiga til 1. januar 2018. Heldur ikki í samgonguni er full undirtøku fyri ætlaðu uppboðssøluni hjá landsstýrinum. Høgni Hoydal ætlar, at uppboðssølan, sum er ein roynd, skal hjálpa nevndini, sum er farin undir at gera tilmæli um, hvussu fiskivinnan skal skipast eftir 31. desember 2017. Johnny í Grótinum, formaður í nevndini, hevur tó sagt, at tað er ikki avgerandi fyri teirra arbeiði, um royndaruppboðssølan verður samtykt ella ikki. Sambært lógaruppskotinum fær landsstýrismaðurin heimild til at selja 10.000 tons av makreli, 5.000 tons av norðhavssild, 25.000 tons av svartkjafti og 3.000 tons av botnfiski í Barentshavinum á uppboðssølu í ár. Hetta eru fólk millum 67 og 74 ár. Talið veksur so líðandi, upplýsir Hagstovan . Í fjør fóru 83 fleiri pensjónistar til arbeiðis enn í 2014. Fyri tíggju árum síðani, í 2005, arbeiddi fjórði hvør pensjónistur. Nú arbeiðir triði hvør. Annars eru 700 løntakarar lagstir afturat um árið seinastu tvey árini. Í november í fjør vóru 24.946 løntakarar í Føroyum, 688 fleiri enn árið fyri. Hagstovan sigur, at afturgongdin, sum kom eftir fíggjarkreppuna í 2008, er vunnin innaftur. Í illveðrinum í gjár og gjárkvøldið fekk løgreglan fráboðan um, at nakrar takplátur á bygninginum hjá alistøðini Faroe Farming vóru leysar. Løgreglan boðaði Suðuroyar sunnara Bjargingarfelag frá, men haðani vóru boðini, at felagið bara ger lívsneyðugt arbeiði, tí at limirnir í felagnum hava onga trygging, sum dekkar, um teir fáa skaða. Síðani vóru boðini send til brandmeistaran, sum lovaði at umvæla skaðan, tá veðrið var til vildar aftur. So leingi tryggingarviðurskiftini við bjargingarfeløgini ikki eru í lagi fara vit ikki út til uppgávur, sigur Meinhard Edmund Vestureið frá Suðuroyar sunnara Bjargingarfelag. Tá framtíðarætlanin hjá flogfelagnum varð kunngjørd í fjør summar, var sagt, at ætlanin var at fáa minni flogfar til Norðurleiðina, tá har eru ofta ov fá ferðafólk til Airbus flogførini. Í desember í ár fær Atlantic Airways har aftur ímóti eitt størri flogfar, ein Airbus 320, sum tekur 168 ferðafólk, 24 fleiri enn flogførini, felagið nú hevur. Sjáldan hava so nógv tíðindafólk verið á einum tíðindafundi í Føroyum. Týsdagin bjóðaði Atlantic Airways miðlunum oman í Kaffihúsið í Vágsbotni. Ikki færri enn tríggjar av teimum fýra redaktiónunum í Kringvarpinum sendu umboð avstað at fregnast um lagnuna hjá ókeypis flúgvarasjussinum. Í sendingini hesa ferð hoyra vit løg av live plátuni Tokyo 96 við Keith Jarrett Trio, sum kom út á ECM Records í 1998. Lagt til rættis Arnold Ludvig. Jens Lisberg. Sendingin í kvøld hevur forvitnisligan gest, og vit skulu hoyra hann syngja gospel og fosturlandssangir. Gesturin er Jens Lisberg, og hann hevur nógv at siga frá úr einum langum tónleikalívi. Við sínum inniligu tulkingum fer hann í Spælivinum at syngja bæði á føroyskum og enskum. Vælspælandi húsorkestrið er eisini við í kvøld. Teir eru Rógvi á Rógvu, Kim Hansen, Herluf Lutzen og Edvard Nyholm Debess. Vertur Edvard Nyholm Debess. Lagt til rættis Ivan Niclassen. Rithøvundurin hevur annars einki samband við Føroyar. Men áhugin fyri Føroyum fer nógv ár aftur í tíðina, og hann hevur eisini verið í Føroyum fleiri ferðir. Góðan morgun Føroyar ringdi til Chris Ould og spurdi hann um bókina. Íblásturin til søguna og hvørjar kanningar, hann hevur gjørt, áðrenn hann fór undir at skriva The Blood Strand, fyrstu bókina av trimum um høvuðspersónin, løgreglumannin Jan Reynasum. Hetta kann ikki halda fram, sigur Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum. Orðini hjá landsstýrismanninum koma í kjalarvørrinum á eini hending í Suðuroy í gjár, tá eitt bjargingarfelag í oynni noktaði at taka eina uppgávu á seg, tí tryggingarviðurskiftini framvegis ikki eru fingin í rættlag. Rithøvundurin hevur annars ikki nakað samband til Føroya. Men áhugin fyri Føroyum gongur nógv ár aftur í tíðina og hann hevur eisini vitjað í Føroyum í fleiri umførum. Góðan morgun Føroyar ringdi til Chris Ould og spurdi hann um bókina, íblásturin til søguna og hvørjar kanningar, hann hevur gjørt, áðrenn hann fór undir at skriva The Blood Strand, sum er fyrsta bók í eini røð av trimum, sum allar snúgva seg um høvuðspersónin Jan Reyna, sum er løgreglumaður. Eik Banki er undir illgruna fyri av órøttum at hava fingið 90 milliónir krónur í skattafrádrátti úr føroyska landskassanum. Tað var eisini grundin til, at Jørn Astrup Hansen fór úr nevndini í Eik. Bæði Jørn Astrup Hansen, fyrrverandi stjóri og nevndarlimur, og uttanhýsis grannskoðararnir hjá Eik Banka, KPMG, halda, at bankin hevur av órøttum fingið skattafrádrátt fyri 90 milliónir krónur, skrivar Berlingske Business í kvøld. Jørn Astrup Hansen og Fíggjarligt Støðufesti hildu tá, at neyðugt var at niðurskriva virðið fyri 500 milliónir krónur. Bankapakki 1 tók hallið á seg. Eginognin var ikki tvær milliardir krónur tá, men 1,5 millardir krónur. Jørn Astrup Hansen fór frá sum stjóri í 2011. Hann hevur síðan verið nevndarlimur. Men Jørn Astrup Hansen og uttanhýsis grannskoðararnir halda ikki, at Eik hevur rætt til skattafrádráttin. Tí fór Jørn Astrup Hansen úr nevndini tann 11. januar í ár. Tað sigur seg sjálvt. Tú kann ikki lækka tína skattskyldugu inntøku við einum tapi, sum onnur hava goldið, sigur hann við blaðið og sipar til, at Fíggjarligt Støðufesti rindaði tapið í 2010. Vit hava sjálvandi ikki roynt at fingið eina skattafrádrátt, sum vit ikki hava rætt til. Vit lata fegin TAKS fleiri upplýsingar í málinum, um tað gerst neyðugt, sigur hann. Ung, sum hava serligan tørv, fáa nú fleiri miðnámsskúlatilboð. Tvær nýggjar serbreytir verða á teknisku skúlunum, og serbreytin á Kambsdali, sum byrjaði í fjør , tekur nakrar næmingar inn aftrat næsta skúlaár. Tað upplýsir Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum. Serbreytirnar í handverksyrkinum vera á Glasi og á Tekniska skúla í Klaksvík. Glasir bjóðar yrkisgreinar í timbri, klædnaatsstøði og bili, og Tekniski skúlin í Klaksvík fer at bjóða yrkisgreinar í timbri og matvøruatstøði. Níggju pláss vera á serbreytini á Glasi, og seks pláss verða á Tekniska skúla í Klaksvík. Serbreytin á Kambsdali tekur fýra næmingar aftrat. Ilt er siga, hví umsóknartalið er lækkað. Tað kann hugsast, at nógvu játtanirnar úr Sjúkrakassagrunninum seinastu tvey árini hava mettað tørvin á heilsuøkinum nakað. Serliga ring er støðan i Suðurstreymi. Vantandi viðli kahald og vantandi neyðugar dagføringar hava gjørt, at 22 av 45 bu støðum i Havn kunnu ikki metast at vera ho skandi til endama lið, sigur landsstýriskvinnan. Tað almenna fer at byggja bústaðir fyri slakar 60 milliónir krónur Pengar eru játtaðir í ár, næsta ár og í 2018. Bústaðir hava avgjørt, at fimta hvør i bu ð hjá teimum er ætlað fo lkum við serligum tørvi. Harafturat hava Bústaðir avgjørt at byggja 12 i bu ðir til fo lk við menningartarni og 12 i bu ðir til fo lk við sa larsju ku i Havn. Alla tíðina hevur ætlanin verið, at partur av almennu játtanini skuldi bru kast til at nu ti mansgera bygningarnar a Eirargarði. Men nú er soppur staðfestur har. Tí er ein umfatandi kanning neyðug, a ðrenn nakað verður gjørt við Eirargarð, sigur Eyðgunn Samuelsen. Eyðgunn Samuelsen tekur í egnan barm. Eyðgunn Samuelsen sigur, at sto ri syndarin er politiska skipanin. Tað tykist vera ómetaliga trupult at fáa Løgtingið at játta nóg mikið av peningi til at viðlíkahalda almennar bygningar. Fjølmiðlarnir fáa eisini sítt. Teir varpa, sambært Eyðgunn Samuelsen, ikki á sama hátt ljás á viðlíkahaldskontuna hja Landsverki. Í øllum førum ikki, fyrr enn ov seint er. Løgtingið fer í dag at viðgera eitt uppskot um fríhandilssáttmála við Turkaland. Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkismálum, hevur biðið Løgtingið um at góðkenna fríhandilssáttmálan, sum skrivað varð undir fyri jól í 2014. Poul Michelsen sigur, at turkiski marknaðurin er áhugaverdur hjá føroyskum útflytarum. Serliga er áhugi fyri at útflyta uppsjóvarfisk og upsa. Eisini hevur alivinnan víst áhuga fyri at flyta út laks á turkiska marknaðin. Í 1992 varð fríhandilssáttmáli gjørdur millum EFTA og Turkaland, og hann hevur givið okkara kappingarneytum í Íslandi og Noregi kappingarfyrimun, tí føroyskar vørur noyðast at gjalda millum 25 og 49 prosent í tolli á turkiska marknaðinum, sigur landsstýrismaðurin í uttanríkismálum. Sambært sáttmálanum skulu turkiskar landbúnaðarvørur, eisini fiskur og fiskavørur, ikki fáa verri sømdir á føroyska marknaðinum, enn tær, sum Føroyar veittu ES 1. januar í 2014. Føroyskar vørur á turkiska marknaðinum verða tollaðar eins og vørur av íslendskum og norskum uppruna, og tollfrælsi verður at kalla á øllum fiskavørum, sum hava føroyskan uppruna. Fríhandilssáttmálin hevur við sær, at Føroyar missa triðjalandstoll, ið verður kravdur av vørum, sum verða fluttar inn úr Turkalandi. Tollurin hevur seinastu árini ligið um tvær milliónir krónur um árið. Men vinnan væntar, at føroyski útflutningurin til Turkalands fer at vaksa munandi, nú hon fær betri marknaðaratgongd. Óvist er, nær Turkaland fer at góðkenna fríhandilssáttmálan við Føroyar. Undir samráðingunum varð upplýst, at tað er ikki sannlíkt, at sáttmálin verður góðkendur fyrr enn í ár, og at kanska fer at taka longur tíð. Fyrrverandi stjórin og nevndarlimurin í EIK leggur nú bankan undir at vilja drena landskassan fyri 90 milliónir krónur, sum bankin ikki hevur rætt til. Bankin hevur hevur longu avskrivað helvtina av upphæddini, sigur Jørn Astrup Hansen. Skuggar eitur nýggja stakútgávan hjá Báru Silvansdóttir. Hon vitjaði útvarpsstovuna at greiða frá upptøkunum og ætlaðu konsertferðini til Íslands seinni í vár. Bæði Jørn Astrup Hansen, fyrrverandi stjóri og nevndarlimur, og uttanhýsis grannskoðararnir hjá Eik Banka, KPMG, halda, at bankin hevur av órøttum fingið skattafrádrátt fyri 90 milliónir krónur. Tað skrivaði blaðið Berlingske Business seint mikukvøldið. Eik Banki vísir nú atfinningunum aftur, og fyri løtu síðani sendi bankin út soljóðandi tíðindaskriv Eik hevur ongantíð brúkt avskrivingarnar av skattligum goodwill í ársroknskapinum, hóast TAKS hevur givið loyvi til tess. Tær verða heldur ikki brúktar fyri roknskaparárið 2015. Eik vil bert hava greiði á málinum, sum stavar frá, at núverandi Eik í 2010 yvirtók virksemið í gamla Eik Banka TAKS staðfesti í skrivi til Eik, dagfest 30. juni 2015, at bankin skattliga kann avskriva 500 milliónir krónur í goodwill, sum stavar frá, at núverandi Eik yvirtók virksemið í gamla Eik. Í krónum og oyrum er skattliga virðið á avskrivingini umleið 90 milliónir krónur. TAKS tók málið til viðgerðar, eftir at Eik bað skattamyndugleikarnar taka støðu til spurningin í 2013, tá ið sjálvuppgávan hjá Eik fyri 2012 skuldi latast inn. Tvey ár seinni kom TAKS til ta niðurstøðu, at Eik hevur loyvi at avskriva 500 milliónir krónur sum skattligt goodwill. Í stuttum er talan um, at nýggi Eik Banki, sum varð stovnaður við tveimum milliardum krónum í eginpeningi í 2010, í roynd og veru bert var verdur 1,5 milliardir krónur, eftir at nýggi bankin hevði yvirtikið virksemið í gamla Eik. Spurningurin frá Eik til TAKS var tí, hvussu henda undirbalansan á 500 milliónir krónur skuldi viðgerast skattliga. Nevndin í Eik varð kunnað um avgerðina hjá TAKS í august 2015. Men ein júst fráfarin nevndarlimur i Eik og uttanhýsis grannskoðanin hjá bankanum hava síðani ivast í avgerðini hjá TAKS. Teir meta, at Eik hevur ikki rætt til at avskriva skattligt goodwill fyri 500 milliónir krónur. Vit hildu, at málið varð avgreitt við avgerðini hjá TAKS, sum vit sjálv bóðu skattamyndugleikarnar taka støðu til fyri tveimum árum síðani. Nú málið er reist av nýggjum hevur nevndin avrátt at seta seg í samband við TAKS aftur, sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri, í Eik. Hann staðfestir, at Eik heilt síðani 2010 ikki hevur viljað brúkt møguleikan at fremja avskrivingina í ársroknskapinum, fyrr enn TAKS hevði tikið avgerð i málinum. Hann leggur dent á, at avskrivingin heldur ikki verður brúkt í roknskapinum fyri 2015, nú málið er reist av nýggjum. Uttanhýsis grannskoðanin er samd við bankanum í hesum. Vit hava stundir at bíða eftir nýggjari viðgerð hjá TAKS, um tað verður neyðugt. Vit vilja bert hava greiði á málinum, sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri, í Eik. Brynhild Høgnadóttir heldur, at Ferðslutrygd ger nóg mikið á hesum øki, og at tað samanumntikið er ábyrgdin hjá foreldrunum at fáa stóru børnini at brúka hjálm og endurskyn. Tað er kanska flóvisligt ella ikki smart at brúka hjálm og endurskyn. Tey eru eisini rebelsk sum tannáringar, sigur Jan Fossaberg. Vit hitta eisini fýra tannáringar, sum javnan standa á skateboard, segboard og súkkla. Vit spyrja teir, hví teir ikki vilja brúka hjálm og endurskyn í ferðsluni. Hóast ung er Poula ikki heilt óroynd, tá tað kemur til at skriva og lesa upp. Alt tað hon minnist hevur mamman lisið fyri. Síðani fór hon at lesa sjálv og tekna. Seinni komu talubløðrur til tekningarnar, sum síðani vórðu avloystar av stuttsøgum, ið Poula Eyðbjørnsdóttir nú skrivar. Í november 2014 skrivaði hon eitt nú stuttsøguna Fjøðurin til kappingina 650 orð, sum Góðan morgun Føroyar skipaði fyri. Søgan varð vald út og lisin upp í Kringvarpinum. Í fjør var henda søgan og ein onnur útgivin í bók saman við øðrum søgum frá kappingini. Seinastu tíðina hevur Poula Eyðbjørnsdóttir lisið upp alment ymsastaðni. Í kvøld, hóskvøldið klokkan 20.00, fer hon at lesa upp í Sirkus í Havn. Hetta saman við Teresu Reinert og Unn Danielsen. Enn hevur Landsverk ikki tikið støðu til asfalteringina av Viðareiðistunlinum. Men væntandi verður loysnin tann, at eitt lag av heitum asfalti verður lagt á vegbreytina, sum berandi lag, og síðani eitt lag av sproytiasfalti, sum slitlag. Tað sigur Henrik Old, landsstýrismaður, í svari til Bjørn Kalsø, løgtingsmann, sum hevur spurt um málið. Hann vildi millum annað hava at vita, um talan verður um bíliga asfaltið, sum er lagt á ávís vegastrekki í Kalsoynni. Henrik Old sigur, at umleið hálvur sætti kilometur av vegi skal asfalterast í sambandi við Viðareiðistunnilin, og av hesum eru umleið tveir kilometrar í sjálvum tunlinum. Fortreytirnar fyri at fáa fáa nýggju koyrikortini verða ikki tilstaðar, fyrr enn Akstovan hevur fingið eykajáttan til útreiðslurnar av hesum, sigur Jákup Jacobsen, stjóri á Akstovuni. Í mai í fjør samtykti Løgtingið at seta í verk gjøld fyri at fíggja útgávuna av nýggju koyrikortunum. Men síðani tá er ikki nógv hent við teimum nýggju koyrikortunum. Vinnumálaráðið sigur í viðmerkingum, at skal føroyska koyrikortið framvegis varðveita sína altjóða viðurkenning, er neyðugt, at tað lýkur somu treytir um trygd, sum eru galdandi í ES. Føroysku koyrikortini verða í framtíðini gjørd í Fraklandi og ikki, sum nú, á Akstovuni í Havn. Reglurnar skulu forða fyri, at til ber at falsa koyrikortini. Limalondini í ES hava fram til ár 2033 at útfasa gomlu koyrikortini. Løgtingið hevur samtykt, at tað skal kosta 250 krónur at fáa nýggja koyrikortið. Nógvir grønlendingar og føroyingar halda, at Danmark hevur framvegis ov stóra ávirkan á teirra samfeløg, og teir síggja onnur perspektiv. Brynhild Thomsen er vertur í orðaskifti um Søguna um ríkisfelagsskapin beint eftir sendingina. Gestur í sjónvarpsstovuni er Jóan Pauli Joensen, professari. Stjórin í Eik, Suni Schwartz Jacobsen, skilir ikki atfinningarnar hjá Jørn Astrup Hansen, ið var stjóri undan honum. Suni Schwartz Jacobsen heldur fast um, at tað var Eik Banki, sum hevði tapið, tá eginpeningurin minkaði við hálvari milliard krónum frá tí, at Fíggjarligt Støðufesti tók yvir gamla Eik og til nýggi bankin byrjaði sítt virksemi. Kristina Háfoss ætlar sær ikki inn í málið um skattafrádráttin og sigur, at tað eigur TAKS. Hon váttar, at hon hevur fingið bræv frá Fíggjarligum støðufesti um málið, og at Fíggjarmálaráðið hevur sent tað víðari til TAKS. Men Kristina Háfoss undrast á, at Torben Nielsen, nevndarformaður, í samrøðu við Berlingske Business, vísir á eitt responsum, Eik hevur fingið gjørt, ið sigur, at sambært donskum skattarætti er skattafrádratturin í lagi, men at sama lógargrein IKKI í føroyskum skattarætti. Torben Nielsen sigur í Berlingske Business, at Ligningsloven 7B er ikke implementeret i færøsk skatteret, men derfor kunne man godt forestille sig, at man vil agere, som om den var det . Hetta undrast Kristina Háfoss á, men hon veit ikki at siga, um tað er tað, ið er hent, at TAKS hevur givið EIK skattafrádrátt eftir eini danskari lógargrein, sum ikki er galdandi í Føroyum Áðrenn hon gjørdist landsstýriskvinna, sat Kristina Háfoss í eini nevnd hjá TF Holding, ið eigur EIK Banka, men hon heldur ikki, at tað gera hana ógegniga at hava ábyrgdina av TAKS í hesum máli. EIK banki hevur fingið skattafrádrátt uppá 92 milliónir krónur, einn frádrátt sum Jørn Astrup Hansen heldur, at bankin ikki eigur, og tí er hann farin úr nevndini í EIK Banka. Og tað merkisverda er, at uttanhýsis grannskoðarin KPMG ikki vil góðkenna frádráttin. Soleiðis tykist bankans egni grannskoðari eisini at vera ósemdur við nevndina. Sosiali myndamiðilin Instagram skal marknaðarføra Føroyar. Sviin Christopher Collin arbeiðir við myndatøku burturav, og er nú komin til Føroya at taka myndir fyri Visit Faroe Islands. Heiðurin er fyri at hava givið 14 ára gamla Karl Mouritsen skjóta lívbjargandi fyrstuhjálp. Hann fekk brádliga hjartasteðg undir einum fótbóltsdysti í Klaksvík 15. august í fjør. Ársins fyrstuhjálparar eru Joan Hovgaard, Laila Jacobsen, Eyðstein Poulsen og Tummas Jóhansson Lervig. Tey fáa eisini heiðurin fyri at hava skipað fyri og veitt leikarum og øðrum hjá KÍ og 07 Vestur sálarliga fyrstuhjálp. Av hesum skulu 15 milliónir verða til amboð og útgerð. Bjørn Kalsø vísir á, at nú Tekniski skúli í Havn verður partur av nýggja skúladeplinum í Marknagili, Glasi, er peningur eisini settur av til útgerð og amboð til nýggja skúlan. Verkstøðini á Tekniska skúla í Klaksvík eru bygd seinast í áttatiárunum. Menningin í handverksyrkinum hevur verið stór, og tí er neyðugt javnan at dagføra útgerð, amboð og hølisumstøður, so frálæra kann verða veitt á nútímans stigi. Uppskotið tekur eisini støði í, at bæði Løgtingið og landsstýrið vilja raðfesta yrkisútbúgvingar, sigur Bjørn Kalsø. Hann skjýtur upp at játta tær 27 milliónir krónurnar í trý ár, í 2017, 2918 og 2019, níggju milliónir á hvørjum ári. Lógin er ótíðarhóskandi og verjir ikki dýr nóg væl, og myndugleikar og onnur fáa ikki gjørt stórvegis við mál um vanrøkt, tí heimildir vanta í djóraverndarlógini, ella í aðrari lóggávu, sigur Sonja Jógvansdóttir í viðmerkingunum til uppskotið. Sonja Jógvansdóttir skjýtur upp fyri tinginum at seta eina nevnd at endurskoða djóraverndarlógina. Hon mælir til, at nevndin, sum verður sett, skal vera liðug við arbeiðið í november. Djóraverndarfelagið og onnur, sum varða av dýrum, hava fleiri ferðir víst á, at galdandi lóggáva er ov avmarkað, sigur Sonja Jógvansdóttir. Hon mælir til, at nevndin, ið skal endurskoða djóraverndarlógina, verður mannað við løgfrøðiligum kunnleika, landsdjóralæknanum, umboði fyri privatu djóralæknarnar og tveimum umboðum fyri Djóraverdarfelagið. Ofta ber illa til hjá myndugleikunum at reisa mál ella fara víðari við málum, har illgruni er um vanrøkt, tí heimildir vanta, sigur Sonja Jógvansdóttir. Um vinmenninar báðar, Samson, ein ógvuliga ljótan hund, og Roberto, ein listinlærdan og svangan frens. Lívið er fátæksligt og keðiligt, til postboðið ein dagin kemur við einum brævi, har tað stendur, at Samson hevur arvað ein farbróður, hann onki visti um. Eftir hetta broytist alt Útbúgvingin gevur atgongd til ymsar professiónsbachelor útbúgvingar og møguleiki er at fáa merit til aðrar bachelor útbúgvingar eisini. Tað boðar Glasir frá í einum tíðindaskrivi . Í 2015 bjóðaði Føroya Handilsskúli, nú Glasir, fyri fyrstu ferð út eina fulltíðar framhaldsútbúgving, sum fekk føroyska heitið marknaðarførslubúskapur. Vónirnar eru góðar um, at Fíggjarbúskapur eisini verður væl móttikin, tí hesar báðar útbúgvingarnar eru javnt stórar uttanlands, sigur Glasir í tíðindaskrivinum. Frá 1. apríl ber til at søkja inn á allar hægri útbúgvingar á Glasi í Marknagili. Umsóknarfreistin at søkja inn á Fíggjarbúskap er, eins og á hinum hægri útbúgvingunum, 1. juli. Ein rúgva av evropeiskum passum, ið eru mist burtur ella stolin, koma afturíaftur á einum marknaði, har bæði brotsfólk og yvirgangsfólk keypa og selja. Bara í fjør hvurvu 44.000 donsk pass, og tað er munandi fleiri enn árið fyri, sigur Ríkisløgreglan. Nógv pass eru eisini horvin í Evropa. Seinastu fimm árini er talið tvífaldað, upplýsir Interpol fyri Berlingske . Følsk og misnýtt pass eru ein háttur at skáka sær undir eftirlitinum hjá løgregluni, sigur svenski granskarin í yvirgangi, Magnus Ranstorp, við Berlingske. Í Svøríki er talið av horvnum passum eisini vaksið. Í Svøríki eru mál um, at svenskir ríkisborgarar hava selt ella lænt øðrum passið, so tey kunnu koma til Evropa. Støðan hevur havt við sær, at lógin er broytt, og frá 1. juli í ár ber bara til at fáa nýtt pass tríggjar ferðir í einum fimm ára skeiði í Svøríki. Í Danmark og Føroyum er einki mark fyri, hvussu ofta tú kanst fáa nýtt pass. Sambært flóttafólki úr Sýria, sum Berlingske hevur tosað við, kosta svensk og donsk pass 22.000 krónur á svarta marknaðinum. Enna Garðshorn Mikkelsen, er cand. mag. í evropeiskari etnologi. Hon hevur skrvað eina t mentanarfrøðiliga bók um kópakvinnusøgnina í alheims skapi og bókin er komin út á trimum málum. Í arbeiðinum við bókini hevur Enna Garðshorn Mikkelsen leitað aftur í fyrndini í Miðeystri, í arabiskari miðøld, í bretskari victoriutíð, í gomlu keltisku mentanini, í norðurlendskari mentan, í grønlendskari mentan og í Kyrrahavs mentan. Kópakonusøgnin er allastaðni Søgnin um kópakvinnuna hevur livað í fleiri hundrað ár sum munnborin skaldskapur. Søgnin sigur okkum, hvussu folk ímyndaðu sær eitt og annað í gamla bóndasamfelagnum. Hon kann takast úr hesum søguliga samanhangi og knýtast at vanligum royndum, sum nútíðarmenniskju gera sær. Kópakonan leiðir okkum inn í týdningar, ið eru um erotiska tráan, kærleika, at knýta bond, um at noyðast at fara frá onkrum, um sakn, sorg og longsul og um fyrigeving og revsing. Søgnin kann eisini síggjast sum ein mynd av rættarleysu og kúgaðu støðuni, kvinnur hava í einum partriarkalskum samfelag, yvirvøld. Umframt mentanarfrøðiligu viðgerðini av kópakonusøgnunum hevur Enna Garðshorn Mikkelsen enduryrkt føroysku kópakonusøgnina úr Mikladali og latið hana í ein nútímans málsigan búna. Stafettina hevur Noomo Kunoy Heradóttir. Hon er 37 ár og sjúkraføktafrøðingur og mamma trimum børnum. Í samband við arbeiðnum hjá manninum, hava tey búð í nógv ár ymsastaðni í heiminum. Stødd í Singapore endaði Noomi í einum ferðsluóhappi. Tá komu eina rúgva av tonkum atnú endar lívið og eg havi ikki roynt alt tað, sum eg vildi . Komin yvir skelkin, skrivaði Noomi ein lista, hvat hon vildi gera. Læra at dansa, at skriva filmhandrit og bøkur. Og væl hevur gingið Til mine Brødre eitur leikurin, sum verður frumframførdur í rhus í annaðkvøld. Hetta er fyrsta handritið hjá húsdramatikaranum Peter Clement Woetman. Tað hevur grunnurin júst kunngjørt í tíðindaskrivi, har tað verður kunngjørt, hvussu grunnurin letur stuðul til listaligt og mentanarligt virksemi í 2016. Tað er ikki á hvørjum degi og heldur ikki hvørjum ári at Mentanargrunnur Landsins letur starvslønir í trý ár til mentanarligt ella listaligt virksemi. Seinast, Mentanargrunnur Landsins læt starvsløn í trý ár, var í 2010. Tá fekk Tróndur Bogason, tónaskald, starvsløn úr grunninum í trý ár. Framsýningin er í Listaglugganum í Dr. Jacobsensgøtu í Havn, og hongur uppi til 29. februar. Fernisering verður ídag, fríggjadagin, klokkan16. Sigfríður Clementsen hevur lagt tilmerkis, at nýggji venjarin er farin at eksperimentera við taktikkinum, og tað er rætt, heldur viðmerkjarin hjá Kringvarpinum. Tær 514 milliónirnar, Eik Banki sigur seg hava mist, og vil hava 90 milliónir krónur í frádrátti fyri, vóru umfataðar av bankatrygdini í bankapakka 1. Tí er ivasamt, um tær kunnu dragast frá í skatti. Eik Banki byrjaði sítt nýggja lív við hálvari aðru milliard í eginogn og ikki við tveimum milliardum í eginogn. Tað sæst í fyrsta ársroknskapinum hjá bankanum í 2010 11. Fíggjarligt Støðufesti tók tapið, 514 milliónir krónur, tí tað var umfatað av bankapakka 1. Men Fíggjarligt Støðufesti kann ikki prenta pengar. Rokningin, sum er 514 milliónir krónur, varð send víðari til peningastovnarnar, sum vóru tilmeldaðir bankapakka 1, og sum fíggjaðu bankapakkan harímillum BankNordik. Hetta gjørdi Fíggjarligt Støðufesti longu á vári 2011. Teir peningastovnarnir, sum vóru tilmeldaðir, hava drigið rokningina frá og fingið teir skattafrádráttirnar, sum teir høvdu rætt til í hesum sambandi. Tað vísa upplýsingar, sum Útvarpið hevur fingið innlit í. Við øðrum orðum roynir Eik Banki at fáa ein frádrátt frá TAKS í Føroyum, sum danskir peningastovnar longu hava fingið frá SKAT í Danmark. Sum skilst er tað hetta, sum Eik Banki ikki upplýsti fyri TAKS, tá TAKS var biðið um at kanna, um Eik Banki hevði rætt til ein frádrátt fyri tær 514 milliónir krónurnar, sum eginognin varð niðurskrivað við. Eik Banki er tann einasti av teimum 12 peningastovnunum, sum yvirlivdi, tá Fíggjarligt Støðufesti legði uppí. Eik Banki var tann einasti, sum lá uttan fyri danskan skattarætt. Hinir 11 vórðu allir uppgjørdir eftir danskari lóg. Ikki færri enn tríggir føroyskir tungmálmsbólkar fara til Íslands at spæla á stórum íslendskum tungmálmsfestivali í summar. Talan er um bólkarnar Goresquad, Reduced to Ash og Sails of Deceit. Hetta eru stórtíðindi á føroyska tungmálmspallinum. Teitur úr Sails of Deceit og Eyðun úr Reduced to Ash løgdu leiðina framvið í Góðan morgun Føroyar og greiddu frá hesum. 16 ára gamla Marinna Winther Nagata vitjaði Góðan morgun Føroyar við bólki sínum Bluesette. Umframt Marionnu telur bólkurin tríggjar ungar menn, sum eru Ragnar Finsson á gittar, Kára Fossaberg Ellingsgaard á bass og Tórður Dam Jacobsen á trummum. Í morgunsendingini spældu tey tvey løg, tey sjálvi hava gjørt. Á konsert í Reinsarínum í Havn í kvøld klokkan níggju fara tey at spæla fleiri sangir, tey sjálvi hava gjørt, umframt onkur tøkuløg eisini vera at hoyra. Havnar Framburðsfelag, sum er valfelagið hjá Fólkaflokkinum í Suðurstreymoy, hevði fyrsta uppstillingarfund til býráðsvalið í Havn í gjárkvøldið. Tað hevur ljóðað, at Annika Olsen, sum herfyri fór upp í aftur Fólkaflokkin, skal vera borgarstjóravalevni hjá Fólkaflokkinum til býráðsvalið í Havn í november. Annika Olsen sigur í dag við Útvarpið, at hon hevur ikki tikið støðu til um hon fer at stilla upp til býráðsvalið. Í løtuni hevur Fólkaflokkurin tvey umboð í Tórshavnar býráði. Annika Olsen fekk 467 atkvøður í Tórshavnar kommunu á løgtingsvalinum 1. september. Næsti uppstillingarfundur hjá Havnar Framburðsfelag verður í mars. Talið av nærsýntum menniskjum verður væntandi sjeyfaldað frá ár 2000 til 2050 við nærsýni sum høvuðsorsøk til blindni á heimsstigi, vísir nýggj kanning, skrivar sciencedaily.com . Granskarar skriva í frágreiðing , at orsøkin til skjóta vøksturin er at finna í umhvørvinum og broytingar í lívsstílinum, og at vit uppihalda okkum styttri uttandura, sum annars er fyrimunur fyri eygað, at arbeiða við nær og fjar. Úrslitið vísir á størri almennan heilsutrupulleika, har granskarar vísa á, at vit eru noydd at leggja til rættis eygnarøkt fyri at standa ímóti stóru hækkingini. Vit eru noydd at tryggja, at børnini hjá okkum kunnu fara til regluligt eftirlit hjá einum optikara ella eygnalækna, helst einaferð um árið, so at vit kunnu seta í verk fyribyrgjandi framtíðaræltanir, nú vandin lúrir. Tað sigur Kovin Naidoo, professari og leiðari fyri Brien Holden Vision Institute við lærda háskúlan í New South Wales í Avstralia, sum hevur skipað granskingina. Eitt álit í 1993, eitt annað í 1996, og eitt triðja í 2007. Øll skuldu bøta um heilsuverkið, sigur John Johannesen, fyrrverandi landsstýrismaður i heilsumálum. Verandi landsstýriskvinna í heilsumálum skuldi ikki sett ein nýggjan arbeiðsbólk. Hon má fyrst og fremst taka støðu, sigur John Johannessen. Leiðslan í heilsuverkinum setur sjúklingin í vanda, tí hon megnar ikki at lyfta uppgávuna at tryggja heilsuverkið. Tað sigur Shahin Gaini, yvirlækni, sum nú rópar varskó. Eg trúgvi ikki uppá, at okkara skipan kann loysa trotið við serlæknum, og støðan er nú so ring, at eg skal finna útav, hvar eg skal arbeiða næstu árini, sigur Shahin Gaini, yvirlækni. Samstundis sum trot er á yvirlæknum, eru ov fá størv normerað, og tað er ein av orsøkunum til, at tað er ringt at fáa fólk í yvirlæknastørv. Á eini deild eru til dømis trý størv normerað, men kanska bert ein ella tveir yvirlæknar í starvi, og tørvsmetingin sigur, at teir áttu at verið seks í tali. Høvdu serlæknar uttanlands sæð, at ein deild hevði tey seks støvini normerað, t.v.s at játtan var til tey, hevði verið lættari at tikið støðu til at flyta til Føroya. Men nú eru í besta føri trý størv og kanska tvey eru mannaði, og tí eru starvsvánirnar hjá nýggja yvirlæknanum, at hann skal hava vakt annað ella triðja hvørt samdøgur. Vóru seks størv normerað vóru vónir fyri, at hann sum frá leið fór at hava vakt sætta hvørt samdøgur. Málið er eitt tað størsta av sínum slag her á landi. Og hóast tað hevur stjórin á TAKS als ikki verið partur av viðgerðini av málinum um frádráttin hjá Eik banka. Fyrstu ferð Eyðun Mørkøre fekk kunning um málið var í fjør. Veðurverturin hjá DR, Jesper Theilgaard, fer hava fyrilestur um veðurlagsbroytingar og meta um, hvussu hugsast kann, at veðrið fer at hátta sær um 20 30 ár. Jesper Theilgaard er veðurfrøðingur og arbeiddi millum annað nakrar mánaðir á flogvøllinum í Vágum, men síðani 1990 hevur hann verið í starvi hjá Danmarks Radio. Jesper Theilgaard hevur skrivað bøkur og hildið nógvar fyrilestrar um veðurlag og veðurlagsbroytingar. Veðurlagsráðstevnan í Klaksvík verður leygardagin klokkan15 í Miðhølini á Skúlatrøð. Jesper Theilgaard fer at hava fyrilestur um, hvussu veðrið kann fara at hátta sær um 20 30 ár, Bogi Hansen, havfrøðingur, fer at halda fyrilestur um streym viðurskiftini kring Føroyar og veðurlagið komandi øldina, og Terji Nielsen, verkætlanar leiðari hjá SEV, fer at greiða frá framleiðsluni av vind og vatnorku, ið jú eisini hevur nakað við veðrið at gera. Leygardagin verður stóri steypadagurin í flogbólti. Hjá kvinnum møtast SÍ úr Sørvági og Fleyr úr Havn, og hjá monnum eru tað enn einaferð SÍ og ÍF, sum spæla um steypið. Fyrsti osturin úr føroyskari mjólk varð framleiddur á Mjólkarvirkinum í dag, og har fara tey at gera tvey sløg av osti. Stóra avbjóðingin verður at seta rætta prísin á ostarnar, tí virkið kappast við stórar útlendskar ostaframleiðarar, sum fáa mjólkina nógv bíligari, sigur Hákun Steingrímsson, stjóri á MBM. Mjólkarvirkið hevur orku at framleiða 200 kilo av osti um dagin, og stjórin roknar við, at fyrsti osturin verður í handlunum um einar tveir mánaðir. Til dagligt eta teir mest føroyskan mat, men í hesari sendingini royna teir 3 ymiskar pitsur. Hoyrið hvat Henrik Old og Óli Breckmann halda um pitsur og annað mangt. Orsøkin til, at Gadus var tikin, var heldur ein misskiljing, sigur Hanus Hansen. Skrásetingarnar av fiskinum vóru ikki rættar, og tískil kom hetta heldur óvart á okkum, sigur Hanus Hansen, reiðari á Gadus. Formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag, Georg F. Hansen er ónøgdur við fiskavirkisskipanina, sum tryggjar verkafólki á fiskavirkjum arbeiðsloysisstuðul, tá eingin fiskur er. Eyðfinnur Jacobsen, stýrisformðaur í ALS, sigur, at ongar ætlanir eru um at broyta kunngerðina um fiskavirkisskipanina, soleiðis útgjaldið verður størri. Í fjørð royndi stýrið í ALS at avtaka fiksavirkisskipanina fyri uppsjóvar og kryvjivirkir, millum annað tí ein uppgerð vísti, at 17 prosent av starvsfólkunum á uppsjóvarvirkjum tjentu yvir 300 túsund krónur um árið. Tá var Georg F. Hansen ímóti at avtaka skipanina. Bogi Jacobsen, stjóri á Varðanum Pelagic sigur, at Varðin hevur umhugsað at gera ein sáttmála við síni starvsfólk. Ein fastlønarsáttmáli varð gjørdur í 2010, men hann verður ikki brúktur. Í stríðnum um at gerast forsetavalevni hjá republikanarunum setti Donald Trump sínar kappingarneytar so dyggiliga upp á pláss í nátt, tá hann vann undanvalið í statinum South Carolina. Tá bara trý prosent av atkvøðunum vóru tald, staðfestu amerikanskir fjølmiðlar, at Trump longu hevði vunnið so sannførandi, at hann fór ikki at verða tikin. Donald Trump fekk 32,5 prosent av atkvøðunum, næstir honum vóru Marco Rubio og Ted Cruz við hvør sínum 22,5 prosentum. Valið í South Carolina í nátt var ein stórur ósigur hjá Jeb Bush, sum eisini hevði ætlað sær at verða valevnið hjá republikanarunum, men hann hevur nú givið skarvin yvir og gevst í hesum stríðnum. Meðan republikanararnir atkvøddu í South Carolina, vóru demokratarnir í Nevada. Har vann Hillary Clinton á Bernie Sanders. Men hóast Bernie Sanders var aftan fyri Hillary Clinton, gav valið í gjár Sanders blóð upp á tonna, tí fleiri høvdu spátt, at Hillary Clinton fór at fáa nógv flestar atkvøður, men munurin millum Clinton og Sanders er minni, enn roknað varð við. Løgreglan er farin undir eitt átak, sum er, at fleiri løgreglufólk eru úti sunnumorgnar í Havn. Hetta fyri at minka um harðsskapin, ið sambært vakthavandi á løgreglustøðini í Havn hevur vundið upp á seg í seinastuni. Løgreglan er til staðar út á náttina, tá fólk av álvara fara í býin og savnast á skeinkistøðum. Brúka vit farnu nátt sum mátistokk, er talan um eitt væleydnað átak, tí einki harðsskapsmál var meldað í Havn, sigur vakthavandi. Sambært honum verður hetta leisturin, at fleiri løgreglufólk eru úti í náttárlívinum bæði á gøtuni og á skeinkistøðum. Hóast einki harðsskapsmál varð meldað í Havn, var tað onkur í Klaksvík, sum ikki dugdi at skikka sær væl og blakaði eitt glas í høvdið á einum øðrum. Hetta hevur løgreglan skrásett sum harðsskapsmál. Og viðkomandi, sum fekk glasið í høvdið, mátti á skaðastovuna og fekk nakrar pentur. Annars var eitt ferðsluóhapp nær við Landsfjósið norðan fyri Kollafjørð í nátt, har ein bilur fór út av vegnum. Fýra fólk vóru í bilinum, ein ung kvinna, sum koyrdi bilin, sat føst og mátti klippast leys, áðrenn hon varð koyrd á sjúkrahúsið, tí hon hevði ilt. PISA kanningin verður í ov lítlan mun tikin til eftirtektar, og tí átti hon at verið strikað. Tað heldur Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag. Tað er lítið gagnligt í sjálvum sær bara at skula klára seg væl í eini kanning. Tí eru landsroyndirnar landskapping, hóast úrslitini hjá hvørjum einstøkum skúla ikki eru almenn, sigur Herálvur Jacobsen. Tónleikavinnan er óstøðug, serliga hjá tónleikarum í Føroyum. Virkna songkvinnan, Eivør Pálsdóttir, fekk trý ára starvsløn frá mentanargrunninum herfyri. Soleiðis sleppur hon at royna nýggjar leiðir og fær arbeitt undir munandi tryggari fíggjarligum umstøðum. Ein ónd fosturmamma, fólk, ið tosa hart í fartelefon um privat viðurskifti í almenna rúminum, og strævnir grannar. Hetta eru tey trý evnini í Also hesaferð. Norska sjóverjan tók Gadus í gjár, men hann er sloppin úr Tromso. Bótin fyri ikki at hava givið øll veiðutølini upp er ein millión og 425 norskar krónur. Í stríðnum um at gerast forsetavalevni hjá republikanarunum setti Donald Trump sínar kappingarneytar so dyggiliga upp á pláss í nátt, tá hann vann undanvalið í statinum South Carolina. Tá bara trý prosent av atkvøðunum vóru taldar, tordu amerikanskir fjølmiðlar at staðfesta, at Trump var so sannførandi, at hann ikki fór at vera tikin. Erik Løksagarð Absalonsen hevur lisið stjórnmálafrøði á John Brown University í Arkansas. Sambært honum er sigurin hjá Trump ein staðfesting av, at maðurin skal takast í fullum álvara. Valið í South Carolina í nátt var ein stórur ósigur fyri Jeb Bush, sum eisini hevði ætlað sær at verða næsta valevnið hjá republikanarunum, men hann hevur nú givið skarvin yvir og gevst í hesum stríðnum. Meðan republikanararnir atkvøddu í South Carolina, vóru demokratarnir í gongd í Nevada. Har vann Hillary Clinton frammanfyri Bernie Sanders. Men hóast Bernie Sanders endaði aftan fyri Hillary Clinton, gav valið í gjár Sanders blóð á tonna, tí fleiri høvdu spátt, at Clinton fór at fáa nógv flest atkvøður, men munurin millum Clinton og Sanders er ikki so stórur, sum roknað var við. Tí kann Sanders vera ein glaður maður. Bretski forsætisráðharrin David Cameron tóktiskt at vera ein ógvuliga væl nøgdur maður, tá hann á tíðindafundi í Bruxelles kunnaði um avtaluna, sum hann hevur gjørt við ES. Men hvat inniber avtalan og kann Cameron veruliga vera so nøgdur, sum hann tykist at vera. Áki Johansen, er føroyskur sendimaður í London. Fyrr í dag ringdu vit til Áka Johansen, sendimann í London og spurdu, hvat avtalan inniber. Hann er fyrrverandi skipsinspektørur og høvuðskanningarleiðari hjá donsku sjóvernjuni í samband við eldin umborð á ferðamannaskipinum Scandinavian Star. Í dag, 26 ár eftir vanlukkuna, sigur hann, at hann veit, hvør tað var, sum setti eld á Scandinavian Star. Hesum boðaði hann frá á tíðindafundi í Oslo fyrrapartin. Flemming Thue Jensen sigur, at hann ikki ynskir at tosa við norsku løgregluna um málið. Hann hevur rætt og slætt ikki álit á henni. Hinvegin vil hann gjarna greiða frá síni vitan fyri norsku kanningarnevndini, ella vitna í einum møguligum rættarmáli. Eg eri eingin hetja. Her er eingin hetja. Her eru bara offur og tað eri eg eisini. Málið hevur verið ein marra og er tað enn. Eg havi ikki havt mentala orku til at fara undir hetta fyrr enn nú, sigur hann. Seint seinnapartin boðaði løgreglan í Oslo frá, at tey fara at hyggja at nýggju upplýsingunum, sum verða partur av kanningararbeiðinum fyri framman. Tey boðini koma frá løgregluni í einum tíðindaskrivi. Løgreglan hevur annars arbeitt við ástøðinum um, at eitt ferðafólk setti eld á. Í mong ár var ein danskur lastbilaførari undir illgruna. Erik Mørk Andersen, sum hann æt, doyði av eldinum umborð, men ikki fyrr enn í 2014 vóru ákærurnar móti honum sleptar. Sangurin Tíðin lekir øll sár hevur nøkur ár á baki. Men nú hevur Fróði innspælt sangin umaftur og framleitt eitt sjónbandalag saman við góðum listafólki. Bárður Dal Christiansen hevur framleitt sjónbandið, SAKARIS hevur miksað, framleitt og spælt ljóðføri, Guðrið Hansdóttir syngur vokalir, og Fred Ruddick hevur mastrað. Fróði spælir sjálvur gittar og syngur. Lági oljuprísirnir sæst væl og virðiliga aftur í innflutninginum. Hóast nøgdin er lítið broytt seinastu árini, hon var bara seks prosent størri í fjør enn fyri tíggju árum síðani, eru stór sveiggj í virðinum á innfluttu oljuni. Hagstovan sigur, at í fjør var virðið tíggju prosent størri enn fyri tíggju árum síðani. Frá 2005 til 2008 vaks prísurin, so minkaði hann nógv í 2009. Frá 2010 til 2012 var aftur stórur vøkstur. Í 2012 innfluttu Føroyar brennievni fyri eina milliard og 300 milliónir krónur, sum eru ein hálv milliard meira enn í fjør. Semjan byggir á ein karm, sum er 2,25 prosent fyrra árið og 1,9 prosent seinna árið. Semja er um nakrar dagføringar, og at arbeiðsbólkur viðvíkjandi havnarmeistarum og umsjónarfólkum verður settur. Bólkurin skal kanna, hvussu starvsviðurskiftini hjá havnarmeistarum og umsjónarfólkum eru broytt í sambandi við tey krøv, sum kommununum eru áløgd sambært lógini um havnaloðsing. Hugt verður at, hvussu arbeiðið við loðsing er skipað í dag, og tilmæli skal gerast um, hvussu loðsing kann skipast frameftir sum ein partur av starvsinnihaldinum hjá havnarmeistarum og umsjónarfólkum. Flogbóltur fyllir nógv í lívinum hjá 14 ára gamla Julian Vest Niclasen, sum umboðaði Sørvág í ikki færri enn fýra steypafinalum í flogbólti. Niels Bergman, barnalækni á universitetinum í Cape Town, hann hevur kannað 16 smábørn og heldur seg hava prógv fyri, at børn sova illa, tá tey liggja einsamøll í eini song, tí hjartasløgini blíva títtari og vísa strongd. Kanningin hjá læknanum vísti, at hjartað í teimum16 børnunum, hann kannaði, vóru tríggjar ferðir so strongt, tá børnini lógu í síni egnu song, enn tá tey lógu heilt tætt hjá mammuni. Børnini vóru bara róligari og svóvu betur við at liggja hjá mammuni enn at sova í síni egnu song. Barnalæknin við annars vera við, at heilin í børnum mennist ikki sum vanligt, um tey liggja einsamøll um náttina og sova, og tað kann kann geva teimum atferðartrupulleikar, tá tey eru eldri. Síðan hesin pástandurin frá læknanum um, at børn eiga at sova hjá mammuni til tey eru trý ára gomul, kom í altjóða miðlar í síðstu viku, hevur nógv kjak verið í miðlunum úti í verðini og ikki minst á alnetinum, tí yvirhøvur eru ráðini til smábarnafamiljur eru nú á døgum, at børnini skulu liggja í síni egnu song. Flemming Thue Jensen, fyrrverandi skipsinspektørur og kanningarleiðari, fer fyrrapartin at greiða frá øllum tí, hann veit um vanlukkuna, tá 159 fólk doyðu. Fyrrverandi kanningarleiðarin skal fyrrapartin hitta norsku kanningarnevndina, sum norska Stórtingið setti í mai mánað í fjør, skrivar DR . Eg fari at fortelja teimum nógv meira, enn eg fortaldi á tíðindafundinum, sigur fyrrverandi skipsinspektørurin og kanningarleiðarin. Flemming Thue Jensen gleðir seg at hitta kanningarnevndina, tí norsku løgregluni hevur hann ikki álit á, sigur hann sambært miðlum . Serbreyt er skúlatilboð á miðnámsskúla til næmingar , ið ikki eru førir fyri at fylgja eini vanligari miðnámsútbúgving , heldur ikki hóast stuðul og tillagingar . Serbreyt er sett í verk samsvarandi Tilmæli um serliga skipað miðnám , sum var handað Bjørn Kalsø , landsstýrismanni í mentamálum , og Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum , í januar 2015. Umboð fyri tekniska Skúlan í Klaksvík, serbreytini á Kambsdali og frá Glasi Smiðjugerði eru í útvarpsstovuni og greiða frá skúlatilboðunum til fólk við serligum tørvi. Røddin er blivin djúpari, vøddarnir broytast, og so hómast skeggvøkstur í andlitinum. Kristin Kristiansen er í ferð við at blíva maður. Hann er annars føddur sum kvinna. Fyri skjótt hálvum ári síðan fór hann at smyrja seg við einum kremi, ið inniheldur hormon, soleiðis, at kroppurin spakuliga broytist frá at vera konufólk til at blíva mannfólk. Kristin Kristiansen vil vera maður, og tað er eitt ynskið, hann hevur havt heilt frá barnsbeini. Hann hevur itið Eyðfríð, men fekk navnið broytt soleiðis, at eisini navnið vísir, at hann er mannfólk. Á Vegamótinum fortelur Kristin Kristiansen millum annað, hvussu tað hevur verið altíð at følt seg øðrvísi, og hann greiðir eisinmi frá ferðini at fara frá at vera konufólk til at blíva maður. Ein ferð, ið hevur verið alt annað enn løtt. Almenningurin fær ikki innlit í, hvat fekk Fíggjarligt Støðufesti at skriva til Fíggjarmálaráðið í sambandi við, at TAKS hevur givið Eik loyvi til 90 milliónir krónur í skattafrádrátti. Trætan um skattafrádráttin hjá Eik snýr seg um, hvørt Eik hevur rætt til at avskriva tapið upp á tær 514 milliónirnar, sum nýggi Eik Banki Føroyar hevði í fyrstani eftir, at hann varð stovnaður. Sambært Jørn Astrup Hansen, fyrverandi nevndarlimi í Eik, dekkaði Fíggjarligt Støðufesti tapið upp á 514 milliónir, sum var funnið í allar fyrstu livitíðini hjá nýggja Eik Bankanum. Sambært Súna Schwartz Jacobsen, forstjóra í Eik Banka Føroyar, hevur Eik Banki havt hetta tapið, og tí eigur Eik at sleppa at draga tað frá í skatti. Men hetta má vera tí, at TAKS ikki hevur fingið allar upplýsingar um málið, sigur Jørn Astrup Hansen. Men hvat Eik hevur ella ikki hevur upplýst TAKS um, ber ikki til at fáa innlit í. Kringvarpið hevur biðið um alment innlit í samskiftið millum TAKS og Eik um málið og um grundgevingina hjá TAKS fyri at lata Eik avskriva tapið upp á 500 milliónir krónur, men hevur fingid noktandi svar. Sambært Fíggjarmálaráðnum er tað TAKS, ið skal avgera, um innlit skal latast í skjalið, tí tað av røttum skuldi verið sent TAKS og ikki Fíggjarmálaráðnum. Sambært Jørn Astrup Hansen kann TAKS tó ikki hava verið kunnað um, at byrjunarjavnvágin hjá nýggja Eik Bankanum var 1,5 milliardir og ikki tvær millliardir. Filmsfólk eru spent, tí nú fara tey at fáa inntøkur frá Kringvarpinum í sín nýggja filmsgrunn. Peningurin, sum kemur í kassan fyri sjónvarpslýsingar, skal í filmsgrunnin Somuleiðis skulu lýsingarinntøkurnar hjá útvarpinum latast sum stuðul hjá eini Miðlastuðulsnevnd. Stuðulin skal millum annað brúkast til at stuðla útbering hjá tíðindabløðunum og til at menna førleikar hjá tíðindafólkum í Føroyum sum heild. Lýsingarstuðulin skal virka frá 1. januar í ár, og fyrsta broytingin er nú gjørd. Leiðslan í Kringvarpi Føroya hevur gjørt av ikki at leingja starvssáttmálarnar hjá lýsingarseljarunum. Frá týsdegnum í næstu viku, 1. mars, verða eingir lýsingarseljarar í Kringvarpinum og heldur ikki fólk, sum røkja kundasambond við lýsarar. Dia Midjord, stjóri í Kringvarpinum vil ikki gera bandaða samrøðu við útvarpið, og hann vil heldur ikki gera viðmerkingar til hesa skerjingina í lýsingarsøluapparatinum hjá Kringvarpinum. Einasta viðmerking, hann vil endurgevast fyri, er, at tá myndugleikin hevur broytt fíggjarliga grundarlagið undir okkum, so gera vit tær neyðugu tillagingarnar til nýggju treytirnar. Vit ætlaðu at spyrja kringvarpsstjóran um, hví tað er ein neyðug tillaging at sløkkja søluapparatið hjá Kringvarpinum, bara tí, at Løgtingið hevur samtykt, at filmsvinna og fjølmiðlafólk sum heild skulu hava ágóðan av lýsingarpengunum. Vit ætlaðu eisini at spyrja Dia Midjord um, hvørja ávirkan tað fær á samlaðu inntøkurnar, at søluapparatið verður strikað, og hvussu útlitini fyri minni inntøkur stendur mát við viljan hjá tinginum um, at filmsvinna og privatir miðlar og tíðindafólk skulu stuðlast. Men Dia Midjord sigur, at hann hevur ongar viðmerkingar fyrr enn seinni í vikuni, tá eisini nýggjar treytir fyri lýsingar í Kringvarpinum verða almannakunngjørdar. Kringarp Føroya hevur higartil havt tvey starvsfólk at selja lýsingar og røkja kundasambondini. Hesir seljarar hava verið provisiónsløntir. Tað vil siga, at teir hava forvunnið sína egnu løn við lýsingarsølu. Vit hava einki vatn eftir. Tað síðsta fór í morgun, sigur ein ráðharri hjá indisku stjórnini sambært indiska blaðnum, Hindustan Times . Myndugleikarnir í New Delhi hava gjørt av at steingja skúlar og arbeiðspláss, nú vatnneyð er í høvuðsstaðnum. Enn er óvist hvussu leingi. Vatnið verður nú eisini skamtað. Tað hevur elvt til øsing, at nøkur starvsfólk hjá stjórnini og sjúkrahús sleppa undan vatnskamting. Vanliga fáa teir umleið 25 milliónir íbúgvarnir í New Delhi 3,7 milliardir litrar av vatni hvønn dag. Tað talið er nú minkað niður í næstan ein fjórðing. Ófriður er eisini brostin á í indiska høvuðsstaðnum, nú vatnneyð er. Minst 10 fólk eru deyð, og 150 hava fingið skaða í ófriðinum. Umborð vóru tollarar, løgregla og hundar. Jens Christian Olsen, deildarleiðari hjá TAKS, sigur, at talan var um regluligt eftirlit við skipum. Tá reglulig eftirlit verða gjørd, verður eitt nú leitað eftir rúsevnum, og eftir vørum, sum til dømis rúsdrekka, ið skal tollast, áðrenn vøran verður tikið við í land. Tað var tollvaldið, sum hevði sent boð eftir løgregluni, at vera tøk, um nakað varð funnið á skipinum, sigur Jens Christian Olsen hjá TAKS. Sambært Norðlýsinum fann tollvaldið einki tá eftirlitið varð gjørt. got hevði fiskað góð 270 tons, og 14 mans vóru við hendan túrin. Hóast SÍ tapti bæði kvinnu og mansfinaluna í flogbólti, so fóru sørvingar als ikki tómhentir heim frá steypafinalunum um vikuskiftið. SÍ vann steypafinalurnar hjá hesum liðum Hjá gentum 12, gentum 14, gentum 16, dreingjum 14 og dreingjum 16 ár. Fleyr vann hjá dreingjum 12, og hjá kvinnu og mansunglingum. Umframt sína dagligu venjingar, venja føroyskir svimjarar í hesum døgum eisini uppi á turrum. Hetta er liður í granskingarverkætlan, sum Magni Mohr, ítróttargranskari, stendur á odda fyri. Talan er um harðar royndir og heilt øðrvísi venjing, enn svimjararnir eru vanir við til tess at staðfesta, hvussu svimjararnir eru fyri kropsliga. NSÍ hevur ein trupulleika. Miðvallarin Hákun Edmundsson, ynskir sambært felagnum at vera leysgivin, hóast eitt ár er eftir av sáttmálanum. NSÍ sigur, at hóast spælarin hevur sagt, at hann ikki ynskir at umboða felagið, so sleppur hann ongan veg. Sonni L. Petersen, formaður í NSÍ, sigur, at tað kann koma upp á tal at leiga Hákun Edmundsson út til felag, sum NSÍ metir ikki klárar at kappast um evropeisku plássini. 3 2 hevur verið í sambandi við Hákun Edmundsson. Hann sigur, at hann framvegis vil finna eina semju við NSÍ, men annars hevur hann ikki fleiri viðmerkingar í løtuni. Tveir rennarar hava veruliga gjørt vart við seg í vetrarkappingini í vetur. Rennararnir eru Rebekka Fuglø og Jan Elmar Sørensen, og tey gjørdu eisini bart, tá sætta umfar varð runnið á heimavølli teirra á Fossánesi. Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum, hevur víst á tað fleiri ferðir, og nú sigur forkvinnan í foreldrafelagnum, Heimi og Skúla, tað sama. Úrslitini av PISA kanningini og øðrum royndum verða alt ov lítið brúkt, og tí eiga vit at umhugsa, um tað er neyðugt at hava slíkar royndir, sigur Annika Sølvará. Eitt tað fyrsta, Rigmor Dam gjørdi, tá hon tók við sum landsstýriskvinna í mentamálum, var at seta ein arbeiðsbólk at eftirmeta PISA og aðrir royndir í fólkaskúlanum. Nú Sea Shepherd hevur boðað frá, at felagsskapurin kemur ikki til Føroya í summar, arbeiðir landsstýrið víðari við lógum, sum millum annað skulu forða slíkum virksemi sum tí hjá Paul Watson og hansara fólkum í Føroyum og við Føroyar. Uttanríkis og vinnumálaráðið hevur gjørt eina broyting í lógini um trygd á sjónum, sum skal forða útlendskum skipum í at koma inn um 12 fjórðinga markið, tað er inn um 12 fjórðingar frá grundlinjunum uttan um Føroyar. Hvørki Sea Shepherd ella aðrir felagsskapir eru nevndir í viðmerkingunum um lógaruppskotið, sum er til hoyringar í løtuni. Men í fjør summar varð hesin møguleikin, at nokta skipunum hjá Sea Shepherd at koma inn um 12 fjórðingar, nevndur. Galdandi lóg um trygd á sjónum hevur ásetingar um siglingarbann og møguleikar at nokta skipum at koma í føroyska havn. Men nú er ætlanin at víðka lógina við hesum orðum Lýkur eitt útlendskt skip ikki tey krøv, ið verða sett sambært viðkomandi altjóða sáttmálum, løgtingslóg ella kunngerð, kann skipinum verða noktað atgongd til føroyskt sjóumveldi. Uttanríkis og vinnumálaráðið hava sent broytingarnar í matvørulógini til hoyringar av nýggjum. Endamálið við lógarbroytingunum er tó framvegis tað sama. Tað er, at loyvt skal vera at selja seyðakjøt og neytakjøt, sum ikki eru virkað í løggildum matvøruvirki, í smásølu og ikki bara í durasølu sum nú. Nýggja uppskotið er meira nágreiniligt enn tað gamla. Nú stendur í viðmerkingunum, at seyðakjøt og neytakjøt, sum ikki er virkað í løggildum virki, kann seljast í matvøruhandlum, í torgsølu og á matstovu. Matstovur vórðu ikki nevndar í viðmerkingunum um fyrra uppskotið. Lógarbroytingin umfatar eisini ræst kjøt og turt kjøt, sum annars hava undantak til 1. januar 2017. Samstundis er Fólkaflokkurin komin við uppskoti, sum við neyvum ásetingum skal verja føroyska matmentan móti ásetingum, sum óneyðuga kunnu vera við til at minka útboðið av føroyskt framleiddum matvørum og darva menningini bæði av siðbundnu føroysku matvørunum og føroyskari gastronomi yvirhøvur. Sonevndar heimaføðingar á Suðuroyar Sjúkrahúsi er ikki fakliga fakliga best hóskandi tilboð fyri kvinnur í Suðuroy, hevur Landslæknin boðað landsstýriskvinnuni í heilsumálum frá. Men tað veldst um, hvussu stóran váða, ein er sinnaður at taka, sigur Henrik L. Hansen. Hoyr alla samrøðuna við virkandi landslæknan her. Málið um føðingarnar í Suðuroy er ikki bara ein spurningur fyri heilsufakkunnleikan. Málið er sera politiskt og hevur mong ár á baki, og enn er eingin avgerð tikin um, hvar konurnar í Suðuroy skulu eiga síni børn Tað eydnaðist ikki útvarpinum mánakvøldið at fáa at vita frá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, hvat hon heldur um tilmælið frá landslæknanum. Sum skilst skal spurningurin fyrst viðgerast innanhýsis í Heilsumálaráðnum. Tað er rættiliga vanligt, at fólk koma til mín við ovurviðkvæmi, og so vísir tað seg, at atvoldin er hárliting, sigur Michael Heidenheim og leggur afturat Tú kanst saktans hava litað hárið fleiri ferðir, áðrenn hetta ovurviðkvæmið brýtur út, og tí halda fleiri, at tey tola litingina. Ofta kann ovurviðkvæmið ella skaðin vísa seg fleiri ár seinni, staðfestir Michael Heidenheim. Tað var Naina, sum legði lunnarnar undir og skapti hugskotið um hvíldarheimið, men Alma og Juhlert Ehrenfred Frederik Sejdelin Juhlert, framdu tað í verki. Felags fyri øll trý var, at tey kendu hetta arbeiði sum eitt kall og ofraðu alt, tey áttu fyri sakina. Hvíldarheimið Naina var bygt med tanke p de patienter, som her skulle finde hvile og nye kræfter til dagens gerning derhjemme i deres egne sm hjem . Alma og Juhlert hava í einum bóklingi, Lykkelige minder fra Færøerne , greitt frá, at á teirra ungu døgum var torført at fáa nakað at vita um Føroyar. Sjálvi vistu tey at kalla onki um Føroyar. Men teirra søga er eisini søgan um Nainu, sum varð fødd í bygdini Bromme á Sælandi í 1893. Naina fekk eftir lidna skúlagongd arbeiði á Ankerhus , sum var eitt kent húsarhaldsseminarium, og hon undirvísti eisini á øðrum skúlum. Her kom hon at kenna fleiri ungar føroyskar gentur. Ævintýrhugurin var stórur, og hon gjørdi av at fara ein túr til Føroya við góðari hjálp frá føroysku vinkonum sínum. Her sá hon tørvin á einum húsarhaldsskúla, og tí fór hon beinanvegin undir at halda húsarhaldsskeið í Havn og aðrastaðir. Restin er søga, sum helst fer at verða søgd fleiri ferðir í dag, nú móttøka verður á Hvíldarheiminum í sambandi við 80 ára føðingardagin. Í trimum sendingum seta vit fokus á Málráðið, og hesaferð eru vit á vitjan í Málstovuni undir Málráðnum. Gestir í sendingini eru Kristin Magnussen og Marius Staksberg, sum bæði arbeiða fulla tíð á Málstovuni. Vit kava somuleiðis niður í savnsgullið saman við tíðindafólkum, og Petur Øster fær seinasta orðið í sendingini. Stjórnin í Danmark hevur aftur avrátt at leingja marknaeftirlitið við týsklandsmarkið. Í hesum umfarinum er tað longt til 4. mars. Hetta er triðju ferð, at fyribils marknaeftirlitið í Danmark er longt. Tá tað varð sett í verk 4. januar, var tað galdandi í 10 dagar. Marknaeftirlitið verður sett í verk fyri at tryggja lóg og landaskil, segði Inger Støjberg, ráðharri í útlendinga og integratiónsmálum í januar. Í fjør rindaði fiskavirkisskipanin 27 milliónir krónur fyri 330.466 tímar, sum virkini ikki høvdu arbeiði til fólkið, tí eingin fiskur var at arbeiða. Fólk, sum arbeiða hjá Havsbrún, fingu slakar 240.000 krónur úr fiskavirkisskipanini í fjør. Verður Bakkafrost tikið við, fer helvtin av útgjaldinum til fólk, sum arbeiða á uppsjóvarvirkjum ella í alivinnuni. 34 fiskavirki eru í yvirlitinum hjá ALS fyri 2015. Ovast eru Varðin Pelagic og Faroe Pelagic. Síðani kemur Bakkafrost Processing og so Pelagos. Ákæruvaldið er farið í holt við at skriva ákæruritið móti einum kommunulækna, sum er skuldsettur fyri kynsligan ágang móti kvinnum, sum vóru til viðtalu hjá honum. Linda Hesselberg, ákæri, vil ikki upplýsa nú, áðrenn ákæruritið er liðugt, hvat kommunulæknin verður ákærdur fyri. Politiið fekk 13 fráboðanir um læknan. Tað var í juli í 2014, at politiið avhoyrdi ein kommunulækna og skuldsetti hann fyri at hava framt kynsligan ágang móti fimm kvinnum, sum vóru til kanningar hjá honum. Síðani meldaðu fleiri kvinnur kommunulæknan. Kommunulæknin er skuldsettur fyri at hava brotið fyriskipanina um virksemið hjá læknum og fyri at bróta revsilógina. Hann er skuldsettur fyri annað kynsligt samband enn samlegu og fyri blygdanarskemd. Men ákærin vil ikki upplýsa nú, um ákærurnar verða tær somu sum skuldsetingarnar. Í desember 2014 segði kommunulæknan við Útvarpið, at í arbeiði sínum sum kommunulækni hevur hann gjørt undirlívskanningar í nógv ár. Hesar kvinnurnar hava eina uppliving av støðuni, men sjálvur havi eg eina aðra uppliving, segði kommunulæknin, sum vísti aftur, at nakað skeivt er hent. Tað er tó ikki altíð eitt val hjá einum kommunulækna, og tí er einki óvanligt í, at læknin er einsamallur við kvinnum, tá slíkar kanningar verða gjørdar, segði skuldsetti kommunulæknin við Útvarpið 9. desember í 2014. Hann segði, at hann broytti mannagongdir, tá politiið á fyrsta sinni setti seg í samband við hann, so annað heilsustarvsfólk eisini var til staðar, tá undirlívskanningarnar vórðu gjørdar. Kommunulæknin varð mentalkannaður í Danmark. Niðurstøðan av teirri kanningini gevur ikki ákæruvaldinum orsøk til at krevja annað enn vanliga revsing, tá málið verður latið rættinum. Vit eru í Kollafirði. Her hava tey evnisviku um lond og heimspartar. 4. 5. og 6. flokkur hevur um India. Angela, Julia og Meinhard greiða frá. Leiðslurnar á Suðuroyar Sjúkrahúsi og á landsjúkrahúsinum skulu nú aftur hoyrast, áðrenn landsstýriskvinnan í heilsumálum skal taka avgerð um, hvat henda skal við føðideildini í Suðuroy. Landslæknin sigur, at allir partar mugu gera sær greitt, hvønn vága teir eru sinnaðir at taka við tí loysn, ið vald verður Ronnie Midjord, stjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi vil ikki gera viðmerkingar til tilmælið frá Landslæknanum, fyrr enn hann hevur havt fund við landsstýriskvinnuna um málið. Sirið Steenberg fer at hoyra bæði leiðsluna í Suðuroy og á Landssjúkrahúsinum, áðrenn niðurstøða verður gjørd. Bara 16 føroyskir veteranar eru skrásettir hjá danska veteransentrinum. Tað sigur verjumálaráðharrin, Peter Christensen, í svari sínum til Sjúrð Skaale, fólkatingslim. Men veruliga talið av føroyingum, sum hava verið í altjóða tænastu í Afghanistan, Irak og Balkan seinnu árini, er nógv hægri. Tað heldur ein av veteranunum, Ottar í Funningsstovu. Hann var sjálvur í Bosnia miðskeiðis í 90 unum og hevur seinastu vikurnar roynt at finna føroyskar veteranar. Ottar í Funningsstovu hevur í innslagnum eitt boð uppá, hví so fá veterankort eru send til Føroyar. Tað er serritið hjá Georg L. Petersen, sum liggur til grund fyri kjakið um heimvendu føroysku hermennninar. Georg L. Petersen metti sjálvur, at millum 50 og 100 føroyingar hava verið í altjóða tænastu í Afghanistan, Irak, Kosovo og Balkan annars. Norska løgreglan visti ikki, hvør setti eld á Scandinavian Star í 1990. Tað sigur Terje Bechmann Dahl, granskingarleiðari hjá løgregluni í Oslo. At hann skal hava vitað leingi, hvør gerningsmaðurin er, hava vit ikki vitað nakað um. Vit vilja sjálvandi fáa meira at vita um tað, sigur norski løgreglumaðurin. Gerningsmenninir mugu hava verið nakrir av manningini, sum fóru umborð aftur á brennandi ferjuna fyri at hjálpa við at sløkkja eldin, eftir at ferjan varð sleipað í havn í Svøríki. Tað sigur Flemming Thue Jensen, fyrrverandi skipaeftirlitsmaður. Upplýsingarnar styrkja illgrunan um, at millum annað týsk amerikanski maskinmeistarin á Scandinavian Star kann vera ein av teimum, sum setti eld á. Flemming Thue Jensen steig sunnudagin fram í danska blaðnum, Politiken . Har segði hann, at hann veit, hvørjir gerningsmenninir eru, men at hann vil ikki siga nøvnini. Hann heldur eisini, at løgreglan longu veit nøvnini á teimum seku, og at hann tí ikki hevur ligið á týdningarmiklum upplýsingum í 26 ár. Millum annað tí noktar Flemming Thue Jensen, fyrrverandi eftirlitsmaður, at lata norsku løgregluna avhoyra seg um morðbrandin í 1990. Thue Jensen sigur, at norska løgreglan kannaði ikki upplýsingarnar, sum hann gav teimum, eftir at hann, sum hin fyrsti, hevði kannað útbrunna skipið í apríl 1990. Tað syrgiligasta er, at høvdu teir lurtað eftir tí, sum eg segði, so hevði talið av fólkum undir illgruna ikki verið 482, men tríggir persónar. So hevði málið verið uppklárað eftir einum mánað. Tað er, haldi eg, størsta gølan, sigur hann. Í juni eru tvey ár liðin, síðan politimeistarin í Oslo avgjørdi at taka málið frá 1990 uppaftur. Tað hendi eftir, at ivi varð sáddur um, hvørt tey høvdu funnið rætta gerningsmannin, ein danskan lastbilførara, sum læt lív í eldsbrunanum. Vit eru í Kollafirði. Og í Kollafirði fara vit víða um. Allir næmingarnir í skúlanum hava havt evnisviku. Tey í yngstu deildini hava arbeitt við Íslandi. Miðdeildin hevur arbeitt við India og hádeildin hevur arbeitt við Afrika. Vit eru fyrst í Íslandi. Diana, Anton, Lív, Andrea og Ása greiða frá. Síðai fara vit eitt stutt legg til Afrika, og tá fer Herit at greiða frá. Mannfólk fáa 60 prosent av øllum lønum í landinum og kvinnur 40 prosent, hóast eins nógvar kvinnur og menn eru á arbeiðsmarknaðinum. Hann sigurm at PISA kanningar eru sera umráðandi til tess at menna fólkaskúlan, og tí eiga vit framvegis at vera við í kanningini. Tað sigur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í javnstøðumálum, nú kanningar vísa, at hóast líka nógvar kvinnur sum menn eru á arbeiðsmarknaðinum, fáa menninir størra partin av øllum lønargjaldingum. Eftir skatt verður avlopið 810 milliónir krónur, sum er tað besta higartil hjá Bakkafrosti. Tað var 647 milliónir í 2014. Bakkafrost gjørdi íløgur fyri góðar 600 milliónir krónur í fjør. Størsta íløgan er kryvji og góðskingarvirkið á Bakka, sum verður liðugt í ár. Ein onnur stór íløga í fjør er smoltstøðin á Viðareiði. Bakkafrost endurfíggjaði bankalánini í desember í fjør, tá nýggj fimm ára lánsavtala varð gjørd. Bakkafrost hevði 890 milliónir krónur í ótroyttum kredittum við ársenda 2015. Tá var solvensurin hjá Bakkafrosti 66 prosent. Á ársaðalfundinum hjá Bakkafrosti 8. apríl fer nevndin at skjóta upp, at 8,25 krónur verða goldnar út í vinningsbýti fyri hvørt partabræv. Hetta gevur 403 milliónir krónur í vinningsbýti. 4.300 partaeigarar í 22 londum eru í Bakkafrosti. Størsti parturin, góð 26 prosent, er í Føroyum, 22 prosent eru í Bretlandi og sløk 19 prosent eru í Noregi. Hol kom á skrokkin hjá Saputi, men eitt Herculesflogfar úr Halifax tveitti fýra pumpur niður til trolaran. Pumpurnar kláraðu at halda skipinum lens alla leiðina til Nuuk. 30 mans eru við Saputi, men eingin teirra fekk skaða. Saputi er bygdur í 1987 til Vágs. Tá kallaðist trolarin Ango. Hann var tó ikki leingi í Føroyum. Í 1991 varð hann seldur til Grønlands. Ert tú føroyingur, býrt í Føroyum og varð føddur 5. oktober 1990, so er at seta teg í samband við Mariu Samson á Make Travel í Sørvági. Kinesiski maðurin Yang Fan, sum varð føddur 5. oktober 1990, leitar eftir javnaldrum kring heimin fyri at vita, hvussu tey hava tað, og hvussu teirra gerandisdagur er. Á veg til Íslands og Grønlands hoyrdi hann um Føroyar og vildi so vita, um nakar javnaldri er í Føroyum. Samskipari í Føroyum er Maria Samson. Arbeiðsloysistryggingin krevur útivið 1,5 millión krónur aftur frá Bakkafrosti. Sambært ALS vóru starvsfólkini send í feriu í ein mánað, frá 19. desember í 2014 til 19. januar í 2015, tí laksaprísurin var lágur. Tí høvdu starvsfólkini ikki rætt til pengar úr Fiskavirkisskipanini. Bakkafrost heldur niðurstøðuna vera skeiva. Fyritøkan vísir á, at eingin rávøra var tøk júst tá. Tað byrjaði við einum innslagi í útvarpinum , sunnudagin 14. desember í 2014. Stjórin á Bakkafrosti er biðin um eina viðmerking til íkomnu støðuna, nú laksaprísurin er lækkaður nógv seinastu vikuna. Tað vísir seg seinni, at fríggjadagin 19. desember 2014 fara okkurt um 180 fólk á Bakkafrost Processing og 50 fólk á Bakkafrost Harvest í jólaferiu. Tey til samans 230 starvsfólkini í Bakkafrost samtakinum fara ikki aftur til arbeiðis aftur fyrr enn 19. januar 2015. Hetta tíðarskeiðið fáa tey til samans stívliga 1,5 milliónir krónur frá Fiskavirkisskipanini hjá ALS. Útsøgnin hjá Regini Jacobsen í Útvarpinum henda dagin, saman við øðrum, líknandi útsøgnum hjá honum í útvarpinum stutt eftir, fær í mars mánað í 2015 ALS at ivast í, um stovnurin hevur útgoldið pengar av órøttum. Er talan um steðg, sum er íkomin vegna manglandi rávøru, so hava starvsfólkini rætt til pengar úr Fiskavirkisskipanini. Er hinvegin talan um tilrættislagdan steðg í arbeiðnum, so hava fólkini ikki rætt til pengarnar. ALS metir, at Bakkafrost vegna marknaðaratlit hevur lagt ein steðg í framleiðsluna. Her byrjar so ein drúgv træta millum ALS øðrumegin og Bakkafrost hinumegin. Fyritøkan vísir í sínum lagi á, at ALS hevur tikið tað, sum stjórin hevur sagt í útvarpssamrøðum, úr samanhangi. Tá stjórin hevur nevnt feria, er talan um myndatalu, og ikki ein útsøgn um løgfrøðiligu støðuna hjá starvsfólkunum í hesum tíðarskeiði. Bakkafrost vísir á, at virkið hevði onga rávøru at framleiða, tíðarskeiðið frá 19. desember í 2014 til 19. januar 2015. Fyritøkan grundgevur millum annað við, at bara ávís stødd av fiski er egnað til liðugtframleiðslu, til laksastykkir. Hetta tíðarskeiðið var ikki so nógv tøkt av fiski til hesa framleiðsluna, og tí steðgaði framleiðslan. Í november mánað í fjør er málið komið somikið langt, at ALS umvegis advokatin Poul Hansen krevur pengarnar aftur frá Bakkafrosti við átta daga freist. Annars endar málið í rættinum. Bakkafrost mutar framhaldandi ímóti, málið endar ikki í rættinum í hesum umfari, men partarnir halda fram við samskiftinum. Bakkafrost heldur fast um, at ALS tulkar ásetingarnar í fiskavirkiskunngerðini alt ov avmarkandi. Seinasta svarið frá Bakkafrosti til ALS er dagfest 8. februar í ár. Fyritøkan tvíheldur um, at har var eingin rávøra at framleiða til laksaportiónir, nevnda tíðarskeiðið. Eina góða viku seinni sker ALS ígjøgnum. Arbeiðsloysisskipanin heldur fast um, at Bakkafrost hevði tøka, feska rávøru í desember 2014, men at virkið við vilja lat vera við at taka fisk eina tíð, orsaka av lága laksaprísinum. Ein slík støða gevur ikki rætt til pengar frá Fiskavirkisskipanini, metir ALS. Av tí at Bakkafrost skrivaði út og sendi ALS listar yvir starvsfólkini, sum sambært fyritøkuni høvdu rætt til pengar frá Fiskavirkisskipanini, hevur fyritøkan brotið lógina og hevur harvið skyldu at rinda ALS pengarnar aftur. Til samans er talan um 1.493.140 krónur. Hvørki Magni á Deild Olsen, stjóri í ALS, ella Eyðfinnur Jacobsen, stýrisformaður í ALS, vilja úttala seg um ítøkiliga málið. Báðir vísa teir til, at Bakkafrost hevur møguleika at kæra málið. Freistin at kæra er fýra vikur. Regin Jacobsen segði við Útvarpið týskvøldið, at Bakkafrost fer at kæra málið til Kærunevndina hjá Arbeiðsloysisskipanini. Vit eru sannførd um, at grundarlagið fyri at fáa pengarnar útgoldnar er í lagi, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti, við Útvarpið. Størsta arbeiðsfjøldin, í mun til fólkatalið, var í november 2015 í Norðoyar sýslu, vísa tøl, ið Hagstovan hevur kunngjørt á heimasíðuni . Til samans arbeiddu 86,3 prosent av teimum 15 74 ára gomlu í Norðoyggjunum í november 2015, tá Hagstovan hugdi nærri at samlaðu arbeiðsfjøldini í Føroyum. Í hinum endanum í hagtølunum eru fólk í Sandoynni. 76,9 prosent av øllum fólkum í aldrinum 15 74 ár í Sandoyar sýslu arbeiddu í november mánað í fjør. Leiðin hjá doodjiarum gongur ígjøgnum ein ilt skóg, har teir koma fram á fíggindaliga sinnaðar chwan ar, sum veiða osumar, ið eru smá dýr, sum hjálpa náttúruni at halda javnvágina. Teir veiða fleiri dýr, enn teir hava brúk fyri og savna tey í einum búri. Knappliga følna ilt trøini og fara um koll, og luftin verður ring. Andin sigur Enyo, at hann má fría osumarnar fyri at bjarga skóginum og sínum fólki. Fíggjarnevndin bíðar eftir svari frá tveimum landsstýriskvinnum, áðrenn hon kann skriva álit um uppskotið hjá Nýggja Sjálvstýri um, at grønar hitaskipanir, eitt nú jarðhiti, fjarhiti og sjóhiti, til sethús og aðrar bygningar sleppa undan meirvirðisgjaldinum. Fíggjarnevndin fekk uppskotið um at broyta lógina um meirvirðisgjald tann 3. november í fjør. Nevndin hevur nú fingið freist frá løgtingsformanninum til eftir 1. apríl at koma við álitinum. Fíggjarnevndin fekk í síðstu viku at vita frá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í orkumálum, at hon kemur við einum broytingaruppskoti til uppskotið hjá Nýggjum Sjálvstýri. Sirið Stenberg sigur, at hon saman við Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, ger neyðugar útrokningar, sum skulu brúkast til broytingaruppskotið. Nýtt Sjálvstýri vísir á, at Løgtingið í 2009 samtykti at skerja útlátið av veðurlagsgassum. Samstundis varð dentur lagdur á at skunda undir menning og royndir at seta upp alternativar orkuskipanir, sum byggja á varandi orkukeldur, tað eru millum grønar hitaskipanir. Hóast hetta var niðurstøðan hjá Løgtinginum longu í 2009, so er lítið og einki hent síðani tá, sigur Nýggja Sjálvstýri, sum nú vil fáa gongd á við at sleppa teimum, sum fáa sær slíkar hitaskipanir, undan meirvirðisgjaldinum. Politiið hevur longu avhoyrt kvinnuna, og arbeiðið at útvega tilfar um málið er byrjað. Linda Hesselberg, ákæri, sigur, at hon fer at biðja um at fáa kommunulækna skuldsettan og avhoyrdan um hesa nýggju fráboðanina. Hetta málið er um annað kynsligt samband enn samlegu í sambandi við undirlívskanning. Tað skal vera hent, tá kvinnan var 16 ella 17 ára gomul. Fyrningarfreistin í slíkum málum er tíggju ár. Ákæruvaldið er annars farið í holt við at skriva ákæruritið móti kommunulæknanum, sum er skuldsettur fyri kynsligan ágang móti kvinnum, sum vóru til viðtalu hjá honum. Politiið hevur nú 14 fráboðanir um læknan. Kommunulæknin er skuldsettur fyri at hava brotið fyriskipanina um virksemið hjá læknum og fyri at bróta revsilógina. Hann er skuldsettur fyri annað kynsligt samband enn samlegu og fyri blygdanarskemd. Læknin noktar seg sekan í øllum skuldsetingunum. Løgtingið fer at leiga 22 bilpláss frá Ebenezer fyri 160.000 krónur um árið. Hetta er ein avtala, sum undanfarni formansskapur gjørdi. Avtalan verður framd í verki so skjótt sum tingfólkini hava fingið lykil til bummin fyri innkoyringina til bilplássið. Avtalan millum Løgtingið og Ebenezer er galdandi til 1. januar í 2020. Bilplássini aftan fyri Ebenezer eru bara ætlað løgtingsfólkum, men starvsfólk hjá Løgtinginum fara at kunna brúka tey, tá tingfundur ikki er, sigur Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður. Latið okkum gera tað, sum er rætt fyri USA. Latið okkum hyggja frameftir og enda henda kapittulin, segði Obama í sambandi við, at ætlan um at steingja leguna varð kunngjørd í gjár. Í løtuni sita 91 fangar avbyrgdir í leguni uttan fyri lóg og rætt. Men sambært amerikonskum myndugleikum verða 35 fluttir til onnur lond í ár. Fangalegan í Kuba máar støðið undan trygdini hjá USA og virkar ímóti ætlanunum við henni, tá tað snýr seg um samskifti við onnur lond, sigur Barack Obama. Verjumálaráðið fer sambært Barack Obama at spara 80 milliónir dollarar um árið við at steingja leguna. Obama lovaði at steingja fangaleguna, tá hann tók við sum forseti í 2009, men nú fer tíðin at ganga undan hjá honum. Í januar 2017 er forsetaskeið hansara runnið. Fyrstu fangarnir komu til Guantanamo Bay úr Afganistan í 2002. Tað hava verið upp í 680 fangar í leguni í senn, nú eru 91 eftir. Raðsending í 4 pørtum um skaldið og sakføraran J.H.O.Djurhuus 1881 1948 . Í hesum sendingum verður sagt frá lívi Janusar, og roynt verður at lýsa sambandið millum lagnu og skaldskap hansara. Vit fáa nakað at vita um kvinnurnar í lívi Janusar, um hugsanir hansara um eitt nú samfelagslig og tjóðskaparlig mál, um smeitir og sigrar hansara. Heildarmyndin er sett saman av samrøðum, yrkingum, tónleiki, sangi, brøvum og øðrum skjølum. Sumt av hesum tilfari hevur ikki verið frammi fyrr. Lagt til rættis Hanus Kamban. Ávirkanin, sum vinnufyritøkur hava á politisku skipanina í Føroyum, er institutiónaliserað. Tá politikararnir sjálvir bjóða umboðum fyri vinnulívsfyritøkur upp í nevndir, sum til dømis skulu gera uppskot um fiskidagar ella fiskivinnunýskipan, skulu teir ikki gremja seg um, at fyritøkur hava ov stóra politiska ávirkan, heldur búskaparfrøðingurin. Stjórin í Vinnuhúsinum, Marita Rasmussen, heldur, at felagsskapir og lokaláhugamál hava minst líka stóra ávirkan á politisku skipanina sum teir stóru vinnulívsrisarnir. Lobbyisma hevur altíð verið til. Tað er ábyrgdin hjá politikarunum at standa ímóti ávirkan frá fyritøkum og áhugabólkum, sigur Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður. Rakstrarúrslitið í fjør var 34 prosent betri enn í 2014. Leiðsla bankans hevur tó avgjørt at niðurskriva goodwill 468 milliónir krónur Niðurskrivingin av goodwill er bara roknskapartøknilig og hevur tí onga ávirkan á gjaldføri, rakstur ella fíggjarligu styrki bankans, sigur bankin. Á aðalfundinum 30. mars fer nevndin at skjóta upp, at 20 milliónir krónur verða latnar í vinningsbýti, tvær krónur fyri hvørt partabræv. Felagsskapurin millum Danmark, Grønland og Føroyar stendur fyri avbjóðingum. Nógvir grønlendingar og føroyingar halda, at Danmark hevur framvegis ov stóra ávirkan á teirra samfeløg, og teir síggja onnur perspektiv. Veðurlagsbroytingar og globalisering lata upp fyri nýggjum handilsleiðum, olju, mineralum og ávirkan. Í fleiri hundrað ár hevði Danmark óavmarkað vald yvir Grønlandi og Føroyum men trongdin til sjálvræði hevur leingi skorað á. Í hesi røðini siga vit frá søguni tey seinastu 300 árini um møtið millum veiðimenninar, missionerarnar, kongarnar og fiskimenninar. Er framvegis grundarlag undir einum felagsskapi Brynhild Thomsen er vertur í orðaskifti um Søguna um ríkisfelagsskapin beint eftir sendingina. Gestur í sjónvarpsstovuni Hans Andrias Sølvará, lektari. Bárður Kass Nielsen og Kári P. Højgaard, tingmenn hjá Nýggjum Sjálvstýri, vilja hava Løgtingið at fáa landsstýrið at dagføra og endurskoða lógina um dagstovnar og dagrøkt soleiðis, at kommunur kunnu stuðla foreldrum, sum vilja ansa børnum sínum heima. Tilboðið fer at eggja smábarnafamiljum at flyta til Føroya, siga tingmenninir. Teir nevna ikki, hvussu nógv, fólk eiga at fáa frá kommununum fyri at vera heima hjá sínum egnu børnum. Teir nevna tó, at í Danmark lata kommunur 5.000 til 7.000 krónur um mánaðin fyri børn, sum eru upp í trý ára gomul, og 3.000 til 4.000 krónur um mánaðin fyri børn, sum eru fýra, fimm ella seks ára gomul. Ískoytið kann latast í upp til eitt ár. Fyri fyrstu ferð í Føroya søga verður ein ortodoks gudstænasta við russiskum presti. Stigtakari til gudstænastuna er Veronika Poulsen, sum kemur úr Russlandi, men sum hevur búð 12 ár í Føroyum. Hon býr á Eiði. Felagið Thor Offshore roynir at selja trý gomul frálandaskip, tí minni er at gera í frálandsvinnuni nú, og so hevur felagið fingið fýra nýggj skip seinasta árið. Hans Andrias Kelduberg, stjóri, sigur, at tey fýra nýggju skipini hava øll tíggju ára sáttmálar. Tey eru í Brasil, Angola og Myanmar. Hans Andrias Kelduberg vil ikki siga, hvørji skip, roynt verður at selja, so leingi samráðingar eru um sølurnar. Thor Offshore eigur 13 frálandsskip. Tað eru tey trý Merete Messmann, maður hennara, Stanley Samuelsen, og Hanus Kamban, sum skipa fyri hátíðarhaldi, nú 135 ár eru farin, síðan Janus Djurhuus varð føddur. Tað byrjaði í H.N. Jacobsens Bókhandli mikukvøldið, og í kvøld verður konsert í Reinsarínum, har kórið Tarira, Enekk og Stanley Samuelsen hava konsert við yrkingum hjá Janusi Djurhuus og løgum hjá ymiskum tónasmiðum. Í morgin letur upp forvitnislig listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Listabólkurin Newyorkerne sýnir list við íblástri frá Janusi Djurhuus. Ljóðinstallatión hjá Stanley Samuelsen, Magna Dalsgaard og kongaliga sjónleikarunum, Finn Storgaard og Lotte Horne, og Stanley Samuelsen spælir nakrar sangir. Í sendingini hoyra vit løg av plátuni Word of Mouth við Jaco Pastorius og hansara Word Of Mouth Big Band, sum kom út á Warner Brothers Records í 1981. Lagt til rættis Arnold Ludvig. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fer eisini at kunna ES fólk og onnur um arbeiðsbólkin, sum skal gera uppskot um fiskivinnunýskipan. Harumframt fer Høgni Hoydal at kunna um føroysku sjónarmiðini um strandarlandasamráðingarnar um svartkjaft, norðhavssild og makrel. Hetta verður gjørt á almennum tiltaki, sum Sendistova Føroya í ES skipar fyri. Í morgin fer Høgni Hoydal á fund við Karmenu Vella, fiskivinnukommisser hjá ES. Týsdagin náddi 21 ára gamli Magni Jóhansson Hansen toppin á Kilimanjaro. Sostatt man hann teljast millum yngstu føroyingar, ið hava klárað at klintrað teir 5895 metrarnar, sum er hæddin á hægsta fjallinum í Afrika. Ferðalagið, sum ungi fuglfirðingurin var partur av, taldi 12 fólk, men tá samanumkom, megnaðu bert átta teirra at koma niðan á hægsta tindin. Tað eru onkur brot frá túrinum, sum eg als ikki minnist, av tí at eg bleiv illa fyri, so hetta er ein túrur, sum ikki er heilt vandaleysur, sigur Magni Jóhansson Hansen. Um náttina bleiv tað ótrúliga kalt, og av tí at eg hevði ein soviposa, sum er mest egnaður at brúka um summarið, so fall kroppshitin rættiliga nógv um næturnar. Tí var eg fleiri ferðir noyddur at gera fimleik um náttina fyri at fáa hitan, fortelur Magni Jóhansson Hansen. Barnaheimið, eg arbeiði á, meðan eg eri í starvsvenjing, er rættiliga serligt, tí tónleikur og mentan eru stórur partur av gerandisdegnum hjá børnunum og teimum ungu, sum búgva her, sigur Marita Thorsteinsson. Eg havi millum verið úti á ísinum á hundasletu, og tað var ein stór uppliving. Enn havi eg ikk etið kópakjøt, men tað kann vera, at eg fái møguleikan at royna tað, sigur Marita Thorsteinsson, sum í morgunsendingini fortaldi um lívið sum starvsnæmingur í Uummannaq. Klaksvíkar kommuna fer í kvøld at viðgera spurningin um skúlin í Svínoy skal lata uppaftur. Orsøkin er, at ein familja ætlar at flyta til Svínoyar, og í familjuni eru trý børn í skúlaaldri. Sambært skránni til býráðsfundin, hava hesi vent sær til kommununa fyri at hoyra, hvussu tey skipa skúlagongdina hjá børnunum. Klaksvíkar kommuna hevur so vent sær til Mentamálaráðið fyri at fáa ráðgeving í hesum málinum. Sambært málsfrágreiðingini hjá kommununi er skúlin í slíkum standi, at ábøtur mugu gerast, áðrenn skúlin kann takast í nýtslu aftur. Trivnaðarnevndin mælir til, at gera neyðugu ábøturnar og lata skúlan uppaftur. Mentamálaráðið vil fyrst hava, at Klaksvíkar kommuna tekur endaliga avgerð og sendir ráðnum eina umsókn, áðrenn ráðið tekur støðu til spurninin. Tað búðu 4800 fólk í Suðuroynni í 1921. Tá búðu 20.000 fólk í Føroyum í alt. Í dag búgva 4.500 fólk í Suðuroynni, nú 49.000 fólk eru í Føroyum. Men minkandi fólkatalið í Suðuroynni er ikki bara ein spurningur um fólkastreymin, sum fer norðureftir ella í onnur lond. Miðalaldurin í oynni gerst bara hægri við árunum. Í so máta eru útlitini lítið hugalig. Tey flyta antin til Havnar ella fóru tey í onnur lond. Onnur flyta undan arbeiðsloysi, ella tí tey finna ikki eitt arbeiði í Suðuroynni, sum hevur teirra áhuga. Onnur flyta, tí børnini ella abbabørnini búgva ikki í Suðuroynni longur. Og so eru tað tey, sum flyta, tí bygdarlívið er ikki nakað fyri tey. Undirsjóvartunnlarnir vestur í Vágar og til Klaksvíkar bera við sær, at gott og væl 85 prosent av øllum føroyingum kunnu koyra í túnið hjá hvørjum øðrum. Skjótt verður Eysturoyggin enn tættari høvuðsstaðnum, og Sandoyggin skal eisini bindast upp í miðstaðarøkið. Tað eru heldur ikki nóg nógv arbeiðspláss til útbúgvin fólk í Suðuroy. Tað er ein sannroynd, at suðuroyingar hava ikki eins góða atgongd til almenn arbeiðspláss arbeiðspláss, ið verða mett stabil við góðari løn. Kravið at sleppa framat teimum størvunum er ofta góð útbúgving. Tað er helst orsøkin til, at færri útbúgvin fólk eru í Suðuroynni, sammett við restina av landinum. Tey flestu av teimum, sum hava gingið í miðnámsskúla í Suðuroy og sum búgva í Suðuroynni í dag, eru fólkaskúlalærarar, námsfrøðingar, sjúkrarøktarfrøðingar og bankaatstøðingar. Tað eru samstundis lutfalsliga fáir løntakarar innan tænastuvinnurnar, tað er almenna umsitingin og tænastur, privatar tænastur og handil. Ein annar vansi er, at dynamikkurin á arbeiðsmarknaðinum í Suðuroynni er ikki tann stóri. Tú hevur kanska eitt gott og avbjóðandi starv í dag, men tann dagin, tú stendur við ongum, hevur tú at kalla ongar aðrar møguleikar. Luttakarar Søren Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa, Petur Óli Samuelsen, deildarleiðari í Suðuroyar Sparikassa, Trúgvi Gudmundarson, borgarstjóri í Hvalba, Dennis Holm, borgarstjóri í Vági, Jón Bogi Guttesen, havnameistari á Tvøroyri, og Bjarni Hammer, løgtingsmaður og býráðslimur á Tvøroyri. Í skúlanum í Kollafirði hava tey havt evnisarbeiði um lond og heimspartar. Allur skúlin er við í arbeiðinum, og her eru nakrar myndir frá vitjanini hjá okkum. Minst til at hoyra sendingarnar eisini Kristján Loftsson, stjóri í Hvali, sum hevur skotið hval síðani 2009, sigur við Morgunblaðið , at so nógvar forðingar eru í Japan, at hann hevur mist tolið. Kristján Loftsson sigur, at hevði hann vitað um allar hesar tvørleikarnar í Japan, var hann ongantíð farin undir at skjóta hval aftur í 2009 eftir 20 ára steðg. Høgni Hoydal hevur svarað spurningum um millum annað skipini hjá Baglhólmi í Vági. Høgni Hoydal svarar, at frá 1. januar til 31. august í fjør vórðu seld 24 fiskiskip, tvey teirra við veiðiloyvi, frá 1. september í fjør til 11. februar í ár eru seld 19 fiskiskip, fýra veiðiloyvi. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur svarað Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, sum millum annað spurdi, hvørjar ítøkiligar ætlanir, landsstýrismaðurin hevur um at steðga keypi og víðarisølu av fiskiloyvum. Svarið er, at landsstýrismaðurin arbeiðir støðugt við at eftirmeta og finna ítøkiligar loysnir, sum á rættartryggan hátt kunnu steðga spekulasjón við loyvum og fiskirættindum. Kári P. Højgaard spurdi eisini um Asbjørn Senior, Tóruna K og Lopranshólm. Tá felagið, sum eigur Asbjørn Senior boðaði frá, at lánið í skipinum ikki var eitt útlendskt ábyrgdarlán, men eitt útlendskt veðlán, kom skipið inn undir lógina um vinnuligan fiskiskap. Tí gav Fiskimálaráðið felagnum loyvi til at flyta veiðiloyvið á Asbjørn Senior. Eingin heimild er longur í lógini um vinnuligan fiskiskap at forða fyri, at feløg eru fíggjað hundrað prosent við lánspeningi. Heimildin at krevja íløguførleika og eginpening varð strikað í 2007. Partafelagið Baglhólmur seldi Tóruna K við veiðiloyvi til nýstovnaða dótturfelagið, smápartafelagið Tóruna K. Dagin eftir seldi Tórun K skipið aftur til móðurfelagið uttan veiðiloyvi. Vørn gav Tórunu K tilsøgn um veiðiloyvi á annað skip innan tvey ár sambært lógini um vinnuligan fiskiskap. Júst tað sama hendi við Lopranshólmi. Tey bæði dótturfeløgini hjá Baglhólmi kunnu tí keypa sær skip aftur og fáa flutt veiðiloyvini á hesi skip fyri 1. januar 2018 og fáa fiskiloyvi til skipini. Høgni Hoydal svarar, at hann veit ikki, hvør orsøkin var til hesi sínámillum keyp og sølur. Men Útvarpið hevur fingið at vita frá Baglhólmi, at skipini Tórun K og Lopranshólmur skulu seljast av landinum, men felagið vil hava veiðiloyvini. Miðflokkurin hevur loftað sjónarmiðunum hjá Torkili V. Rasmussen, løgfrøðingi, og Bergi Berg, stjórnmálafrøðingi, um tingsessirnar hjá teimum, sum fara í landsstýrið. Tingmenninir hjá Miðflokkinum løgdu í gjár fram uppskot um at broyta stýrisskipanina, so løgmaður og landsstýrisfólk, sum eru fólkavald, eisini kunnu hava sæti á Løgtingi. Torkil V. Rasmussen og Bergur Berg siga, at tey, sum fáa flestar atkvøður í flokkunum, sum fara í samgongu, eru tey, sum fara í landsstýrið og noyðast tí at siga fólkavalda sessin í Løgtinginum frá sær. Tey, sum fólkið dámar best, eru tí ikki í fólkavalda tinginum. Løgtingsvalið í fjør er gott dømi um hetta. Tey átta í landsstýrinum fingu 21,2 prosent av atkvøðunum. Tey átta varafólkini, sum komu í tingið fyri tey, sum fóru í landsstýrið, fingu bara seks prosent av atkvøðunum. Øll átta varafólkini fingu tilsamans 565 færri atkvøður enn Aksel V. Johannesen, løgmaður, fekk einsamallur. Men hvussu broytist lívið, tá tú ert ungur og missir ein av tínum kæru, og hvønn týdning hevur tað, at tú kanst deila tankar og kenslur við systkin tíni Tað er ógvuliga trupult at tosa við vinfólkini um tað, tú upplivir, tí tey eru ikki í støðuni og vita ikki, hvussu tú hevur tað. Hinvegin er ofta lættari at práta við eitt systkin, tí viðkomandi kennir til tær kenslurnar, sum tú hevur, og teir tankarnar, tú gert tær, sigur Elisabeth Maria. Tær báðar systrarnar halda, at tað hjálpti teimum væl, at tær prátaðu væl saman, serliga ta fyrstu tíðina eftir, at pápin var deyður. Men tað var tó eisini eitt sindur ymiskt, hvussu tær komu gjøgnum sorgina. Eg valdi at úttrykkja meg við tónleiki, meðan Elisabeth Maria brúkti listina og málaði, sigur Elinborg. Tey seinastu fimm árini hava tær báðar hava gingið í bólkum í Beranum, og tað hevur verið ein stór hjálp. Har hittir tú onnur, sum eru í somu støðu sum tú, og eg haldi, at vit báðar hava fingið vinkonur fyri lívið frá bólkunum í Beranum, siga tær báðar. Miðað verður eftir at leggja lógaruppskotið um yvirtøkuna fyri Løgtingið á ólavsøku í ár. Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, í svari til Trivnaðarnevndina hjá Løgtinginum. Miðað verður eftir, at tær samráðingarnar eru lidnar fyri 1. juli. Men torført er at meta um, nær føroysk lóggáva um økið verður klár. Tað fer væntandi at taka rúma tíð at gera føroyskar lógir um millum annað hjúnaband, foreldramyndugleika og samveru, arv, fosturtøku og sterilisatión og kastratión, sigur landsstýriskvinnan. Hann er einaráðandi, samanleggingartilgongdin hevur verið neilig, og stjórin hevur ein persónligan atburð, ið skapar ótryggleika, siga tey. Fíggjarmálaráðið er farið at viðgera málið, og kærurnar eru í fyrstu syftu sendar Andrasi Mortensen, stjóra, at gera viðmerkingar til. Fyrrverandi stjórin í Eik, Jørn Astrup Hansen, hevur ført fram, at TAKS hevur viðgjørt skattamálið í Eik Banka á skeivum grundarlagi. Tað siga Hjørdis Heindriksdóttir og Katrin Gullbein, álitisfólk í Skúlanum á Fløtum, við Skúlablaðið, sum kemur út í dag. Eingin samansjóðing er, tí lærarar eru als ikki saman, men ferðast millum teir mongu bygningar, skúlin heldur til í. Skúlin á Fløtum er í dag í seks ymiskum bygningum, sum eru spjaddir um allan býin. Onkur lærari undirvísir sama dag í trimum bygningum og skal flyta seg úr einum enda í býnum í hin. Vit hava ikki møguleika at tosa saman, soleiðis at vit verða samansjóðað, siga álitisfólkini Hjørdis Heindriksdóttir og Katrin Gullbein. Tær halda, at tað var skilaleyst at leggja skúlarnar saman, soleiðis sum hølisviðurskiftini eru. Sambært álitisfólkunum hava nógvir lærarar gjørt vart við seg, men tað eru teir givnir við, tí teir fáa einki svar. Vanliga góða samskiftið er ikki til longur, og tað gongur út yvir arbeiðsgleðina. Sambært álitisfólkunum umhugsa fleiri lærarar sína støðu í skúlanum, skrivar Skúlablaðið. Javnaðarflokkurin hevði fingið seks, ikki sjey, býráðslimir. 13 fólk eru í býráðnum. Í staðin fyri hevði Sambandsflokkurin fingið tveir býráðslimir og ikki ein. Í yvirliti, sum Heilsu og Innlendismálaráðið hevur kunngjørt, sæst, at fimm kommunustýri høvdu verið øðrvísi mannað í hesum valskeiðinum, um uppgerðarhátturin, sum landsstýrið nú ætlar at seta í gildi fyri kommunurnar, var komin longu í 2012, tá kommunuvalið var. Í uppskotinum um nýggja kommunuvallóg, sum kemur í tingið í ár, verður mælt til, at uppgerðarhátturin verður tann sami sum í løgtingsvallógini. Hini fýra kommunustýrini, sum høvdu verið øðrvísi mannað um gjørt varð upp á sama hátt sum eftir løgtingsval, eru í Klaksvík, har Fólkaflokkurin hevði mist ein og Javnaðarflokkurin fingið ein afturat, og á Tvøroyri hevði Javnaðarflokkurin fingið ein afturat, sum listi K hevði mist. Á Tvøroyri hevur listi C kortini longu meirilutan, fýra av sjey býráðslimum. Í Fuglafirði hevði listi B fingið ein frá lista D, og í Hvannasundi hevði listi A fingið allar fimm kommunustýrislimirnar, tí listi B hevði mist sín. Landsstýrið ætlar, at broytingin skal vera komin í gildi fyri kommunuvalið 8. november í ár. Á heimasíðuni hjá heilsu og innlendismálaráðnum er frágreiðing um uppgerðarháttin við størsta brøki. Har er lógaruppskotið eisini, og hoyringarfreistin er til 4. mars. Tórshavnar býráð samtykti í gjárkvøldið at gera partalagssáttmála millum Tórshavnar kommunu og smápartafeløgini TG Verk og MAP arkitektar Talan er um at útbyggja høllina í skúlanum á Argjahamri, so ein handbóltsvøllur fæst afturat í kommununi, ein vøllur, sum eisini kann brúkast til flogbólt. Tey eru fleiri hundrað í tali Elvis fjepparafeløgini, sum eru ymsastaðni í heiminum. Og nú er eisini eitt alment fjepparafelag komið í Føroyum. Hóskvøldið hevði felagið Elvis Presley Faroe Islands fanclub stovnandi aðalfund í Klaksvík, sigur fjepparafelagið á almennu facebook síðuni. . Greinin heldur fram niðanfyri. Endamál felagsins er at minnast ELVIS PRESLEY og tann týdning, hann hevði og hevur fyri ta tónleikakollvelting, sum var í 50 unum og 60 unum, stendur í reglugerðini fyri felagið. Ætlanin er at skipa fyri ferðum til Graceland og Elvis tiltøkum annaðhvørt ár, stendur eisini í reglugerðini hjá Elvis Presley Faroe Islands fanclub. Bogi var um 20 ára gamal, áðrenn hann lærdi at lesa ordiliga. Áðrenn hetta ivaðist hann ikki í, at hann einki dugdi, sum hevði við tað bókliga í fólkaskúlanum at gera. Tí skilir hann sera væl kensluna, sum orðblindir næmingar hava. Kensluna av at føla seg býttan og øðrvísi. Í sendingini varpa vit ljós á orðblindni, tá ein gongur í miðnámsskúla. Vit hitta 19 ára gomlu Mariu Gullborg Nielsen, sum greiðir frá, hvussu tað kendist, tá hon miðskeiðis í 2.g fekk at vita, at hon var orðblind. Vit hitta eisini Maibritt við Strond, talu og hoyriráðgeva, sum greiðir okkum frá, hví tey í studentaskúlanum í Hoydølum, gjørdu av at screena allar næmingarnar fyri orðblindni. Tað er norska heimasíðan kyst.no , ið hevur samanborið heilivágsnýtsluna hjá alibrúkum og teimum, sum dyrka grønmeti, nú so nógv verður sagt og skrivað um heilivágin í alivinnuni. Bøndur góvu sínum djórum sjey tons av heilivági. Men tey, sum hava sum vinnu at dyrka grønmeti, korn og frukt, brúktu 653 tons í 2014. Umroknað til kilo, fóru 11 milligram av heilivági til laks, átta til kjøt og mjólk og 361 milligram av heilivági fóru til hvørt kilo av grønmeti, korn og frukt. Sigfríður Clementsen, fótbóltsviðmerkjari hjá Kringvarpinum, og Leivur Frederiksen, ítróttarsamskipari, eru í sjónvarpsstovuni við Tróndi Vatnhamar. Tað sigur Rigmor Rasmussen, sum hevur stovnað facebook bólkin Omma Blomma, har til ber at melda seg til at verða bónusomma hjá børnum, sum av ymsum grundum onga ommu hava í sínum gerandisdegi. Tað verður løgið ikki at fara niðan í skúlan mánadagin, men eg havi nógv annað at takast við, so eg fari neyvan at keða meg, sigur fráfarandi skúlastjórin í Hoyvíkar skúla, Birgit Arge. Í dag er hátíðardagur í skúlanum. Næmingar og lærarar vilja gera nakað serligt, sum Birgit Arge kann hava við sær í minninum, nú hon gevst. Hans Berntsen hevur biðið fyri sjúkum fólki í mong ár. Alt byrjaði fyri 30 árum síðani. Hann var gudrøkin maður, men kom í samband við nøkur menniskju, sum hann helt, høvdu nakað serstakt. Tey bóðu fyri honum, og hann kendi tað, sum Bíblian varð livandi. Hann sigur, at tað var Heilagi Andin, sum fylti hann og gav honum ein frið, sum ber av øllum. Stafettina hevur Poula Solmunde, ið vaks upp í Søldarfirði og hevði ein tryggan og góðan barndóm. Men tá hon var tólv ára gomul, upplivdi hon nakað, sum setti varandi spor í hennara lívi. Í løtuni eru næstan 20.000 flóttafólk strandað í Grikkalandi, tí Makedonia og onnur Balkanlond hava stongt marknaliðini. Tað hevur fingið øði í grikska migratiónsráðharran, Ioannis Mou zalas. Í høvuðsstaðnum, Athen, arbeiðir Dan Biswas sum samskipari fyri felagsskapin Faros, ið merkir viti á grikskum. Faros verkætlanin hjálpir einsamøllum flóttafólkabørnum. Móttøkustøðini í Grikkalandi eru á tremur, tí Makedonia hevur stongt marknaliðini, sigur samskiparin hjá felagsskapinum Faros sambært DR. 4.000 flóttafólk koma hvønn dag við gomlum søkkladnum dangum úr Turkalandi til griksku oyggjarnar. Einki bendir á, at flóttafólkastreymurin steðgar í bræði. Annar av býráðslimunum hevði heldur ikki ikki loyvi til at kalla býráðið saman at síggja tekningarnar. Hetta varð gjørt uttan um borgarstjóran, og tað er ikki í lagi, sigur Kommunala eftirlitið hjá landsstýrinum. Sigurð Simonsen sigur, at enn hevur hann ikki sæð nakra rokning fyri skitsurnar. Men teir taka avgerðina hjá Kommunala eftirlitinum til eftirtektar, og hann og Dánjal Vang fara at rinda rokningarnar, tá tær koma. Annars sigur Sigurð Simonsen, at teir hava ikki gjørt annað enn at fremja eina býráðssamtykt frá februar í fjør, sum borgarstjórin einki gjørdi við. Sigurð Simonsen heldur, at niðurstøðan hjá Kommunala eftirlitinum dettur líka nógv aftur á borgarstjóran sjálvan, tí hann eigur at seta avgerðirnar hjá býráðnum í verk. Soleiðis, sum málið er lýst, verður mett, at Sigurð Simonsen og Dánjal Vang ikki høvdu heimild til at biðja teknistovurnar um at gera uppskot um hugskotstekningar, og ei heldur hevði Sigurð Simonsen heimild til at kalla býráðslimir til fundar hesum viðvíkjandi. Hetta er niðurstøðan hjá Kommunala eftirlitinum, sum hevur viðgjørt áheitanina frá Sonna á Horni, borgarstjóra í Fuglafirði, um at kanna viðurskifti í sambandi við eitt mál um íbúðarøki á vestara landinum í Fuglafirði. Sambært avgerðini hjá Kommunala eftirlitinum bóðu Sigurð Simonsen og Dánjal Vang tvær teknistovur gera hugskotsskitsur um, hvussu eitt íbúðarøki á vestara landinum í Fuglafirði kundi skipast. Borgarstjórin visti einki um hetta. Tann 9. desember í fjør sendi Sigurð Simonsen býráðslimunum fundarboð. Fundur skuldi vera dagin eftir. Á skránni var framløga, uppskotið hjá Fuglaark um íbúðarbyggingina skuldi leggjast fram. Kommunala eftirlitið sigur, at borgarstjórin hevur dagligu leiðsluna í kommunalu fyrisitingini. Skulu eitt nú hugskotsskitsur bíleggjast og leggjast fyri kommunustýrislimir, skal borgarstjórin standa fyri tí. orsakað av, at borgarstjórin hevur verið óvirkin í at útinna kommunustýrisins vilja í verki í hesum málinum, eins og í øðrum týðandi málum, hevur meirilutin í Fuglafjarðar kommunu heitt á meg um at útvega umrøddu tekningar. Men hetta er ikki nóg gott sambært kommunustýrislógini, sigur eftirlitið. Rætta mannagongdin í slíkum føri, sum Sigurð Simonsen nevnir, er at viðgera støðuna á býráðsfundi. Brúkar kommunustýri heimildina í lógini at fara uttan um borgarstjóran, um hann ikki vil gera sum meirilutin vil, skal landsstýrisfólkið í kommunumálum alt fyri eitt fáa avgerðina til staðfestingar. Slíkar avgerðir hjá kommunustýrum fáa ikki rættargildi, fyrr at landsstýrisfólkið hevur staðfest hana, staðfestir Kommunala eftirlitið. Undanfarnu viku var Ísland, Landið í eygsjón í Norðurlandahúsinum. Fríggjakvøldið var bókmentatiltak, tá íslendski rithøvundin og føroyski týðarin tosaðu um bókina Karitas. Vit hitta íslendska rithøvundan Kristin Mariu Baldursdóttir, og týðaran Gunvør Balle seinni í sendingini. Gávugóðs Thorvald Poulsen s av Steinum varð í ár latið einum tónaskaldið og einum ungum tónleikara. Vit hava viðtal við teir báðar Kára Bæk og Ólav Gaard. Og á Listasavni Føroya er framsýningin Føroyskur mosaikkur við verkum hjá Zachariasi Heinesen latin upp. Hansina Iversen, listakvinna, fer at hugleiða um málningarnar og arbeiði hjá Zachariasi. Meirilutin í trivnaðarnevndini, sum hevur havt málið til viðgerðar, fer helst at mæla tinginum til at samtykkja uppskotið um at loyva samkyndum at giftast. Hvørki Jógvan á Lakjuni ella Jenis av Rana, sum eisini sita í trivnaðarnevndini, halda, at málið er nóg búgvið at fara úr trivnaðarnevndini enn. Teir halda, at málið eigur at verða lýst betur. Vit hava brúk fyri kvinnuligum fyrimyndum í politikki. Tað syrgja okkara kvinnuligu politikarar fyri, tí tær síggjast væl aftur í politisku myndini. Tað sigur Ruth Vang, forkvinna í fíggjarnevndini, nú Bjarni Hammer og Kristin Michelsen, samgongutingmenn, krevja meiri pening til Suðuroyar Sjúkrahús. Hetta er aftur ein grundgeving fyri, at vit skulu hava eina leiðslu fyri alt sjúkrahúsverkið, sum ger fakligar metingar, sigur hon. Ruth Vang sigur, at hon bíðar eftir tilmælinum frá arbeiðsbólkinum, sum er settur at gera tilmæli um, hvørjar funksjónir skulu vera á hvørjum sjúkrahúsi, og hon mælir til, at Bjarni Hammer og Kristin Michelsen eisini bíða eftir hesum tilmælinum, sum kemur tíðliga í summar. Leikurin, sum eitur Sangir við gráa havsins strendur, er um nøkur fólk í einari lítlari, finskari bygd, sum noyðast at flyta burtur, tí sjógvur spakuliga fløðir yvir bygdina. Tað vænta Gudmund Helmsdal Nielsen og Rúni Friis Kjær, ið báðir arbeiða við films og sjónvarpsframleiðslu, og eisini eru stórir Oscar fjepparar. Á mentanarrundferðini frætta vit um finaluna í spurnakappingini Á Qvistinum, sum verður á Reinasarínum, og um eina listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík við listafólki, sum hava fingið íblástur í skaldskapinum hjá Janusi Djurhuus. Men lagt verður fyri í morgunsendingini í útvarpinum, har eitt av evnunum var heiðurstiltakið fyri Jógvani Telling, sum verður í morgin. Ári Berghamar Danielsen gongur á musikmiðnámi í Havn. Vit spyrja hann hvat musikmiðnám er. Punjab skal á Konsertferð í mars mánaða, teir greiða frá hvat ein konsertferð er, og hvussu teirra konsertferð kom uppí lag. Til seinast eitt brot um sjónleik og sjónleikin Sangir við Gráa Havsins Strendur. Tað skrivar Umhvørvis og Landbúnaðarmálaráðið í morgun. Ráðið skrivar, at tað er Eva Kjer Hansen sjálv, sum tekur seg úr ráðharrasessinum. Eg havi í dag boðað forsætisráðharranum frá, at eg taki meg úr embætinum sum umhvørvis og landbúnaðarráðharri. Eg havi verið glað fyri hvønn einasta dag, eg havi staðið á odda fyri nýggja Umhvørvis og Landbúnaðarmálaráðnum. Men eg vil ikki vera ein forðing fyri stjórnini hjá Lars Løkke Rasmussen. Danmark hevur brúk fyri einum borgarligum, liberalum samanhaldi, skrivar Eva Kjer Hansen í einum tíðindaskrivi. Avgerðin kemur eftir harðar atfinningar at sonevnda landbúnaðarpakkanum hjá Evu Kjer Hansen. Tey konservativu, sum eru stuðulsflokkur hjá Vinstra, siga at ráðharrin hevur gjørt pakkan grønari og meira umhvørvisvinarligan enn hann í veruleikanum er. Tey siga, at hon hevur givið Fólkatinginum skeivar upplýsingar. Tey Konservativu hava hótt við misáliti á Evu Kjer Hansen, men Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, heldur fast um, at hann hevur álit á sínum ráðharra. Hann hevur hótt við skriva út fólkatingsval, um ráðharrin verður sendur til hús. Bankin væntar og vónar at fáa millum 1500 og 2000 nýggjar familjur sum nýggj viðskiftafólk um árið. Tað sigur Árni Ellefsen, stjóri, við danska miðilin Finans Watch. Bankin hevur hinvegin ongar ætlanir um at vaksa um talið av vinnukundum og heldur ongar ætlanir um at keypa fyritøkur. Sambært Árna Ellefsen er hetta í samsvari við nýggju ætlan bankans. Stjórin sigur við Finans Watch, at fokus í útlandinum nú er á danska privatmarknaðin og tað, sum á bankamálið kallast private banking og á allan marknaðin í Føroyum og í Grønlandi. Altjóða vápnahvíldin, sum varð sett í verk á midnátt, hevur havt sína ávirkan og bara onkur hendinga skottilburður og spreingingar hava verið. Fjølmiðlar skriva, at hetta er tann friðarligasta náttin í Damaskus í fleiri ár. Sambært ST hevur onkur skottilburður verið í vestara partinum av landinum í nátt, men annars friðarligt. Vápnahvíldin er gjørd millum sýrisku stjórnina og upp til 100 uppreistrarbólkar. Borgarakríggið í Sýria hevur varað í fimm ár, og umleið 250.000 fólk eru deyð, ein millión løstað og helvtin av íbúgvunum í landinum er flýggjað. Spurningarnir í dag snúgva seg um ein abba, sum ikki torir at lata abbadøturnar sova hjá sær longur, um eina kvinnu, sum er bangin um sítt hjúnalag, og um eina videoupptøku, ið var betur ógjørd. Nógv umstríddi umhvørvis og landbúnaðarráðharrin í Danmark, Eva Kjer Hansen, fer frá sum ráðharri. Tað skrivar Umhvørvis og Landbúnaðarmálaráðið í morgun. Ráðið skrivar, at tað er Eva Kjer Hansen sjálv, sum tekur seg úr ráðharrasessinum. Eg havi í dag boðað forsætisráðharranum frá, at eg taki meg úr embætinum sum umhvørvis og landbúnaðarráðharri. Eg havi verið glað fyri hvønn einasta dag, eg havi staðið á odda fyri nýggja Umhvørvis og Landbúnaðarmálaráðnum. Men eg vil ikki vera ein forðing fyri stjórnini hjá Lars Løkke Rasmussen. Danmark hevur brúk fyri einum borgarligum, liberalum samanhaldi, skrivar Eva Kjer Hansen í einum tíðindaskrivi. Avgerðin kemur eftir harðar atfinningar at sonevnda landbúnaðarpakkanum hjá Evu Kjer Hansen. Tey konservativu, sum eru stuðulsflokkur hjá Vinstra, siga at ráðharrin hevur gjørt pakkan grønari og meira umhvørvisvinarligan enn hann í veruleikanum er. Tey siga, at hon hevur givið Fólkatinginum skeivar upplýsingar. Tey Konservativu hava hótt við misáliti á Evu Kjer Hansen, men Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, heldur fast um, at hann hevur álit á sínum ráðharra. Hann hevur hótt við skriva út fólkatingsval, um ráðharrin verður sendur til hús. Men nú hevur Eva Kjer Hansen so sjálv gjørt av at fara frá. Lars Løkke Rasmussen harmast um, at Eva Kjær Hansen er farin frá, men tekur tað til eftirtektar. Fyrst í komandi viku fer hann til drotningina sum ein lið í mannagongdini at útnevna ein nýggjan ráðharra. Tað sigur hann í einum tíðindaskrivi. Formaðurin hjá teimum Konservativu, Søren Pape Poulsen, hevði annars boðað frá tíðindafundi klokkan 10 danska tíð í morgun, men tað varð avlýst, tá fráboðanin hjá Evu Kjær Hansen kom. Har var ongin annar møguleiki enn at Eva Kjær Hansen fór frá, sigur Kaj Joensen, tíðindamaður, sum hevur fylgt við stjórnarkreppuni á Christiansborg seinastu dagarnar. Hetta skrivar norska heimasíðan hjá NRK. Um midnáttarleitið tagnaðu vápnini úr Damaskus fyri sunnan og Aleppo norðarlaga í Sýria. Friður valdaði, og fólk sóust koma út á gøturnar at njóta friðin. Fyrrapartin boðaði uppreistrarbólkurin Jaish al Islam, at stjórnarhermenn hava skotið eftir uppreistrarherliðunum. Stjórnarkjeldur siga, at tað eru uppreistrarmenninir, sum hava blakað 10 granatir inn í miðbýin i Damaskus. Og norðaliga í landinum boða kurdisk herlið frá ógvisligum samanbrestum við IS í økinum Tel Abyad tætt við turkalandsmarkið. Hetta verður tó ikki roknað sum brot á vápnafriðin, tí henda avtala umfatar ikki IS ella El Nusra hernaðarmarkið. Hesi verða roknað sum yvirgangsfólk og eru ti ikki umfatað av vápnahvíldini. Henda vápnahvíldin er fyrsta av sínum slag í stríðnum, sum hevur kravt 270.000 mannalív síðan 2011 og helvtin av øllum fólkunum i Sýria eru flýggjað úr Sýria. Tað hendir eftir at Heiðar Guðjónsson, sum hevur verið formaður seinastu tvey árini. er givin sum formaður í nevndini. Tað er týdningarmikið at hava ein føroying í formanssessinum, og nevndin avgjørdi tí at umskipa seg. Rúnar er 37 ára gamal, ættaður úr Havn og býr í London, har hann starvast sum stjóri á Depop, ið er ein online sølumiðstøð á snildfonini. Hann hevur starvast har sum stjóri fyri produktmenning á Vodafone Global í London og var við til at byggja upp og selja donsku vakstrarfyritøkuna ZYB Technologies. Í nevndini fyri Vodafone sita nú Rúnar Reistrup, formaður, Heiðar Guðjónsson, næstformaður og Henny á Líknargøtu, sølu og marknaðarstjóri á Smyril Line. Á Landsbókasavninum eru tey fegin, tí umleið fjórði hvør føroyingur hevur vitjað føroyska Blaðsavnið á netinum, síðan tað læt upp fyri almenninginum á móðurmálsdegnum 25. mars í fjør. Nú talt er upp, vísir tað seg, at 12.773 føroyingar hava vitjað Blaðsavnið í 2015, og teir hava vitjað savnið millum tvær og tríggjar ferðir hvør. Tilsamans hava tí verið næstan 35.900 vitjanir, sum hava vart meir enn 5 minuttir. Hvør brúkari hevur í miðal hugt eftir 37 blaðsíðum. Av bløðunum, sum hava flest beinleiðis síðuvísingar frá forsíðuni, er raðfylgjan Dimmalætting 129.056, 14. september 53.494, Dagblaðið 48.470, Sosialurin 28.422, Alt um ítrótt 10.837, Tingakrossur 10.541 og Dúgvan 10.246. Hini 34 bløðini og ritini í Blaðsavninum hava eisini verið lutfalsliga nógv brúkt. Tað eru sum er umleið ein hálv millión síður í Blaðsavninum. Ein grund til góðu undirtøkuna er helst, at føroyska Blaðsavnið er serligt, tí tað er ikki nógvastaðni, at tað ber til at lesa so nógv eldri blaðtilfar á netinum, sum júst í Føroyum. Nú er hetta fyrsta árið, Blaðsavnið hevur verið atkomuligt á netinum, so kanska eru fólk eitt sindur forvitin, men vit skulu ikki gloyma, at Føroyar eru eitt lítið samfelag, har øll kenna øll, og at næstan øll onkuntíð eru nevnd í bløðunum, til dømis í sambandi við serligar hendingar ella merkisdagar. Blaðsavnið er eisini sera hent amboð hjá teimum sum granska, skriva ella undirvísa. Meira tilfar í Blaðsavnið . Arbeitt verður í løtuni við at gera Løgtingstíðindi og Skúlablaðið klár at leggja út. Og áhugin at talgilda enn fleiri føroyskar útgávur, til dømis tíðarrit, handrit og bøkur, og leggja hetta tilfarið á netið, er stórur. Vit eru frammarlaga á hesum øki, og tí er tað gott at vita, at hetta er eitt tiltak, sum fær so góða undirtøku. Longu í fyrsta spurninginum, tí so kenda skipaspurninginum, løgdu Marius og Páll seg fram um John og Símun. Og sjálvt um verturin Gunnar Nolsøe royndi at vissa lurtarnar um, at spenningurin var í hásæti, og at enn var onki avgjørt , so dragnaði bara meir og meir millum teir báðar og hinar báðar. Í nátt varð ein maður skallaður uttan fyri eitt skeinkistað. Politiið fekk navnið á tí, sum fólk á staðnum søgdu var maðurin, sum framdi harðskapin. Ein kvinna, sum eisini var stødd á landi, fekk 35.000 krónur í bót. Hennara bót var størri, tí hon var leiðari hjá Sea Shepherd fólkunum á landi í Føroyum. Fimta fólkið fekk 5.000 krónur í bót fyri ikki at gera eftir boðum frá løgregluni, tá hann var biðin um at flyta seg, tá grindadráp var í Sandágerði í Havn, eisini tann 23.juli í fjør. Í morgin, 29. februar, eru longdu freistirnar hjá Trivnaðarnevndini og Rættarnevndini hjá løgtinginum at avgreiða ávikavist hjúnabandslógina og Rættargangslógina. Rættarnevndin er liðug við sína viðgerð, sigur formaðurin í nevndini, Kristin Michelsen. Og tá Trivnaðarnevndin hevur skrivað sítt álit, fer Rættarnevndini eisini at skriva álit. Tað kann vera fyri tingfundin mikudagin. Uppskotið, sum Rættarnevndin hevur, er um at víðka ásetingarnar í føroysku rættargangslógini um hjúnaskilnað, so lógin eisini umfatar borgaraligt hjúnalag millum tveir ella tvær. Mentanarnevndin ger ikki meira við uppskotið um at broyta lógina um brúka fólkakirkjuna, tí tær fýra løgtingskvinnurnar, sum áttu uppskotið, tóku tað aftur á tingfundinum mikudagin, tí fólkakirkjan mælti frá at fremja ætlanina, sum var, at fólkakirkjan bara kundi víga ella signa hjún ella par millum kvinnu og mann. Nevndin bíðar enn eftir løgfrøðiligum uppriti frá Løgtingsskrivstovuni um uppboðssøluna, men uppritið er á veg, hevur formaðurin í nevndini, Bjarni Hammer, fingið at vita. Hann sigur, at Vinnunevndin fer at hava fund mikudagin. Spurningurin, sum nívir andstøðuna, hon hevur meirilutan í nevndini, er um reiðarar kunnu krevja landskassan eftir endurgjaldi, verða teir noyddir at keypa fisk á uppboði, sum teir meta seg longu eiga. Tann spurningin hevur danski løgmálaráðharrin, Søren Pind, fingið frá Føroyanevndini hjá fólkatinginum, sum spyr fyri formannin í nevndini, Sjúrð Skaale. Endamálið við kanningini Respekt for voldtægtsofre var at fáa staðfest, hvussu politiið handfer neyðtøkumál og endmálið var eisini at tryggja, at neyðtøkur verða meldaðar. Kanningin vísir á nógv, sum politiið kann gera betur, tá tað viðger neyðtøkur. Og tey, sum verða neyðtikin, kunnu fáa størri stuðul enn tey gera nú. Bæði HM gull og DM gull eru í ítróttartíðindunum hesaferð. Eisini er hondbóltur, flogbóltur, fótbóltur og annar ítróttur á skránni. Iceland er onnur útgávan, sum Arnold Ludvig Sekstett hevur innspælt, og eins og á fyrru útgávuni er talan um instrumentalan, melodiskan jazz. Útstykkingin varð steðgað fyri jól, tí Fornminnissavnið fekk at vita, at grivið var nær við leivdir frá barakkum frá seinna heimsbardaga. Leonardo DiCaprio fekk sína fyrstu Oscar virðisløn í nátt fyri besta mannliga høvuðsleiklutin í filminum, The Revenant , tá virðislønirnar vórðu latnar. 41 ára gamli DiCaprio nýtti høvið at gera vart við veðurlagsbroytingarnar og heitti á heimsins politikarar um at taka avbjóðingina í størsta álvara. Greinin heldur fram niðanfyri. Leikstjórin González I árritu fekk virðislønina sum besti leikstjóri, eisini fyri filmin The Revenant. Hetta var fyrstu ferð í 66 ár, at sami leikstjóri fær virðislønina tvey ár upp í slag. Í fjør fekk González I árritu heiðurin fyri filmin Birdman. Brie Larson fekk virðisløn fyri besta kvinnuliga høvuðsleiklutin fyri filmin Room. Spotlight var kosin besti filmur í fjør. Filmurin er um tíðindafólk, sum avdúka, at børn eru fyri kynsligum ágangi í einari katólskari kirkju í USA. Fyrsta fortreyt fyri skúlasamanlegging er, at karmarnir eru í lagi. Tað sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum, við Skúlablaðið . Føroya Lærarafelag ávaraði ímóti at fara undir at leggja stóru skúlarnar í Klaksvík saman eins og í Havn áðrenn hølisviðurskiftini vóru fingin upp á pláss. Tí undrar tað ikki formannin í Føroya Lærarafelag, at álitisfólkini í Skúlanum á Fløtum í Havn og Skúlatrøð í Klaksvík siga frá truplu umstøðunum at samansjóða skúlarnar. Fyrsta treytin fyri samanlegging er, at formligu viðurskiftini eru komin upp á pláss, og at fysisku karmarnir eru í lagi, sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum. Skulu lærararnir í skúlunum, sum leggja saman, samansjóðast, mugu teir hittast í tí dagliga, á lærarastovuni og fríkorterunum, sigur Herálvur Jacobsen. Hann heldur, at lærarar og næmingar í fyrrverandi Venjingarskúlanum eru í teirri støðu, at teir eru vavdir upp í vánaligu hølisviðurskiftini í fyrrverandi Kommunuskúlanum, soleiðis at umstøðurnar hjá øllum eru meiri og minni ótolandi. Eftir mínum tykki átti at verið bíðað við at lagt skúlarnar saman, til fyrsta byggistig stóð liðugt, sigur Herálvur Jacobsen, sum er formaður í Lærarafelagnum. 17 ára gamli Tórur Mortensen verður mettur sum stórtalent. Hann venur við Hvirluni í Havn, men umboðar Aarhus 1900, tá kappingar eru í Danmark. Í sendingini fara vit millum annað at hoyra Lenart W rmell, Ebbe Jularbo og Nils Lundin við sanginum Jag har bott vid en landsv g, og Nørrønavalsurin, sum spælimennirnir úr Klaksvík spæla. Lagt til rættis Hanna og Terji Jakobsen. Leonardo DiCaprio fekk sín fyrsta Oscar í nátt. Hann fekk virðislønina fyri besta, mannliga høvuðsleiklutin. Tað var fyri filmin The Revenant. 41 ára gamli DiCaprio nýtti høvið at gera vart við veðurlagsbroytingarnar og heitti á heimsins politikarar um at taka avbjóðingina í størsta álvara. Leikstjórin González I árritu fekk virðislønina sum besti leikstjóri, eisini fyri filmin The Revenant. Hetta var fyrstu ferð í 66 ár, at sami leikstjóri fær virðislønina tvey ár upp í slag. Í fjør fekk hann heiðurin fyri filmin Birdman. Spotlight var kosin besti filmur farna árið. Filmurin snýr seg um tíðindafólk sum avdúka, at børn eru fyri kynsligum ágangi í einari katólskari kirkju í USA. Tríggir leikarar, ein iPod, eitt privat heim onkrastaðni í Føroyum, og so áskoðarar. Tað er tað, sum skal til fyri at skapa ta mest naturalistisku útgávuna nakrantíð av kenda hjúnabandsleikinum eftir Henrik Ibsen. Henrik Ibsen skrivaði Eitt dukkuheim í 1879, og hesin leikur er ein tann mest spældi í øllum heiminum. Kanska tí, at Ibsen skilti verulig menniskju. Hann kendi verumátan, sinnalagið og tankarnar hjá veruligum fólkum. Ibsen vildi, at sjónleikur skuldi vera júst sum veruliga lívið, at áskoðarnir sluppu at uppliva verulig menniskju við veruligum trupulleikum í veruligum heimum. Leikurin verður spældur heima hjá einum pari eitt nýtt heim fyri hvørja sýning. Parið bjóðar innar, og áskoðarnir seta seg í sofuna, í vindeygakarmin, á gólvið ella har, tað nú er pláss. Hetta merkir, at eitt føroyskt par úr Havn, av Sandi, av Tvøroyri, úr Klaksvík, Fuglafirði, Miðvági, hvar sum helst sleppur at uppliva sýningina heima hjá sær sjálvum. Mannarættindini eru undir søguligum trýsti úr londum, sum tilvitað bróta altjóða rætt og undirgrava ST skipanina, ið skal tryggja grundleggjandi mannarættindi. Meðan milliónir av menniskjum eru kúgað undir statum og vápnaðum bólkum, umrøða lond kring heimin mannarættindini sum ein hóttan ímóti trygd, lóg og tjóðarvirðum, sigur Salil Shetty, aðalskrivari hjá Amnesty International. Men tingfólk hava eisini møguleika at savna 17 undirskriftir saman, og biða um, at vikið verður frá tíðarfreistum, um uppskot koma inn eftir, at freistin er farin. Støðan stendur við og versnar, heldur forkvinnan í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar um ótolandi umstøðurnar hjá limunum í felagnum. Úrslitið er, at sjúkrarøktarfrøðingarnir fara í onnur størv. Tað ber ikki til at reka eitt sjúkrahús við óroyndum sjúkrarøktarfrøðingum og ongum læknum, skrivar Óluva í Gong í blaðnum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum í Føroyum. Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, heldur, at vælútbúnir sjúkrarøktarfrøðingar eru avgerandi fyri eitt sjúkrahús. So hvørt sum kapasiteturin á skurðgongini økist, og alsamt fleiri viðgerðir verða heimtiknar, má talið av seingjarplássum og sjúkrarøktarfrøðingum økjast samsvarandi, heldur hon. Í sendingini hoyra vit tónleik fyri blásaraljóðførum. Hornorkestur, harmoniorkestur og blásarakvintett. Lagt til rættis Ólavur Olsen. Løgmaður, Aksel Vilhelmsson Johannesen, hevur annars sagt, at politiska arbeiðið við stjórnarskipanini skuldi fara í gongd seinast í hesum mánaðinum. Í dag er 29. februar, seinasti dagur í mánaðinum, men politiska arbeiðið er ikki farið í gongd, verður sagt av Løgmansskrivstovuni. Ætlanin er, at allir flokkar skulu vera við í arbeiðinum. Føroyingar skulu á fólkaatkvøðu komandi ár um eina føroyska stjórnarskipan, staðfestir samgonguskjalið. Lógin skal áseta og útgreina sjálvsavgerðarrættin og fólkaræðisliga stýrislagið hjá Føroya fólki. Hon kemur til fólkaatkvøðu í seinasta lagi í 2017. Almfinn Jacobsen greiðir frá ymiskum viðurskiftumi í bygdini. millum annað um upprunan til bygdina og um ampan, sum bygdarfólkið hevur av landsvegnum gjøgnum bygdina. Óluva Midjord bóndakona rokast við at gera tangan kláran, til tey fara at mjólka aftur í kvøld. Hon og maðurin Regin Borðoy hava rikið garðin í 19 ár. Tey hava nú úti við 60 neyt, sum mjólka, og við ungneytum hava tey tilsamans 125 neyt. Alingin í Føroyum byrjaði í Skálafirði. Júst í Túni byrjaði í 1967 og Elmar Pedersen í Skálafirði arbeiddi viðhvørt hjá Júst. Elmar greiðir frá, hvussu umstøðurnar vóru ta fyrstu tíðina alingin fór fram, og hann greiðir eisini frá, hvussu stóran týdning sildaveiðan við gørnum hevði fyri bygdina. Frískúlin Keldan hevur 96 næmingar úr tilsamans 11 bygdum. Tey hava forskúla upp í 6. flokk. Vit hitta ein av lærarunum, Sonju Jacobsen, og skúlastjóran, Jastrid Høj, sum greiðir frá, hvat Frískúlin Keldan leggur dent á. Thorleif Hansen í Skálafirði hevur Føroya Skipaupphøgging, og hann er júst í ferð við klippa ein gamlan sandbát sundur. Hann er einasti, sum rekur hesa vinnu í Føroyum. Hansara kappingarneytar eru uttanlands. Tað er eitt sindur ymist, sum bygdin verður kallað. Summi siga Skálafjørður og onnur Skálabotnur. Men tey flestu í bygdini eru á einum máli um, at tað rætta er at siga í Skálafirði. Arnfríður Jacobsen er ógviliga avgjørdur í hesum máli, og hann sigur, at hann er skálfirðingur. Og so eru vit eisini í einum bindiklubba saman við ungum konum úr Skálafirði, sum allar eru tilflytarar. Tær eru Jóhanna Vang, Málfríð Lamhauge, Ása í Lambanum Hansen og Jacoba Benjaminsen. Tær trívast allar væl í Skálafirði. Atfinningarnar venda sær í høvuðsheitum móti trimum málum. Hoyr samrøðuna við Jónleif Johannesen, formann hjá løgtingsgrannskoðarunum. Landsstýrið hevur latið Løgtinginum til samans 17 uppskot, nú freistin at lata Løgtinginum uppskot er farin. Tað skrivar Løgmansskrivstovan á heimasíðuni. Uppskotini eru fjølbroytt og stava frá fleiri stjórnarráðum. Hesa tingsetuna hevur landsstýrið lagt tilsamans 59 uppskot fyri Løgtingið. Lógartænastan á Løgmansskrivstovuni hevur eftirkannað øll uppskotini, skrivar løgmansskrivstovan í tíðindaskrivinum. Seinasti framløgudagur í Løgtinginum er 7. mars 2016. Átta sjúkrarøktarfrøðingar hava seinastu tíðina sagt seg úr starvi á medisinsku deild, B6, á Landssjúkrahúsinum, tí umstøðurnar eru so vánaligar. Tað sigur Jens Hansen á Rescue Lív, sum seinastu tvær vikurnar hevur verið í tænastu hjá svensku sjóbjargingarstøðini á havinum um griksku oynna Samos. Seinnapartin í dag fer hon at kunngera, hvør er í nýggja ráðnum, og hvør tekur við eftir Pál Weihe. Tað verður á samkomu í Heilsu og innlendismálaráðnum. Tað er stórur vandi fyri, at londini, sum eru rakt av zika umfarsóttini, fara at fáa fleiri tilburðir av neuroliskum Guillain barr s sjúkueyðkenni, stytt GBS. GBS er sjáldsom støða, her immunverjan leypur á partar av nervalagnum, og tað elvir til lammilsi. Men lammilsi hvørvur eftir eina tíð. Granskararnir í Fraklandi hava roknað seg fram til, at vandi fyri at fáa GBS er 2,4 fyri hvørjar 10.000 tilburðir av zika smittuni. Arbeiðið hevur týdning, tí tað staðfestir leiklutin, sum zika virusið hevur í elvingini av álvarsligum neurologiskum eftirsjúkum, sum GBS hevur, sigur Arnoud Fontanet, ið hevur staðið á odda fyri granskingararbeiðnum. Økini, har zika umfarsóttin herjar, fara helst at vera fyri uppaftur fleiri sjúklingum við neurologiskum eftirsjúkum, sigur Arnoud Fontanet við NTB tíðindastovuna. Góð 16.000 ferðafólk fóru um Suðuroyarfjørð við Smyrli í januar í ár. Tað eru umleið 2100 fleiri enn í januar í fjør. Liggur tú inni við svenskum pengaseðlum, so er at leita teir fram og veksla. 30. juni í ár fara tríggir svenskir pengaseðlar í søguna. Fleiri møguleikar eru fyri, hvussu tú sleppur av við gomlu seðlarnar. Tú kanst veksla teir til annað gjaldoyra, ella tú kanst seta teir inn á kontu í peningastovni. Í oktober setur svenski tjóðbankin nýggjar 100 og 500 krónuseðlar í umfar og nýggjar eitt , tvey og fimmkrónur. Gomlu 1 , 2 og 5 krónurnar fara úr gildi 30. juni næsta ár. Bugatti Chiron er júst avdúkaður á bilframsýning í Geneve. Bugatti Chiron hevur 1500 hestakreftir, 1600 Newton metur í snúningsmátti, og hann kostar um 18 milliónir krónur. Bilurin hevur 8 litrar W16 motor eins og Veyton og hevur fýra turboir, sum geva 1.500 hestakreftir og stórfingar 1.600 Newton metrar í snúningsmátti. Ferðmátarin í Bugatti Chiron gongur upp í 500 kilometrar t, og hildið verður, at bilurin kann koyra upp í 460 kilometrar t. Men dekkini gera, at toppferðin hjá Chiron eletroniskt verður avmarkað til 420 kilometrar. Bugatti vil einki annað siga um dikferðina aksalerasjónina úr 0 upp í 100 kilometrar t enn, at hon verður niðanfyri 2,5 sekund. Men at koma úr 0 upp í 300 kilometrar t fer tó at taka 13,6 sekund í einum Chrion. Disney Channel hevur framleitt og fordeilt filmin, ið skuldi verða frumsýndur sum sangleikur í mikrometropolinum, Fuglafirði í Føroyum. Filmurin varð vístur fyrstu ferð á amerikansku Disney Channel tann 20. januar í 2006, og hann varð vístur fyrstu ferð tann 8. september 2006 á skandinavisku Disney Channel. Fløgan ella albummið varð í 2006 mest selda album í USA. Og hvat er søgugongdin í High School Musical Troy Bolton og Gabriella Montez verða tvingað til at syngja eina karaokeduett saman á eini nýggjársveitslu, og tey verða skjótt vinir. Tey hittast aftur, tá ið Gabriella av tilvild flytir í skúlan hjá Troy og bý. Starvið verður lýst leyst av nýggjum, sigur Johnny í Grótinum, sjúkrahússtjóri. Til tað eydnast at finna ein giktalækna aftrat Pero Sore, arbeiðir leiðslan við øðrum loysnum. Leiðslan á Landssjúkrahúsinum arbeiðir eitt nú við møguleika fyri samstarvi við læknar uttanlands, sigur Johnny í Grótinum, sjúkrahússtjóri. Fyri triðu ferð er Málráðið til viðgerðar í Máltíð. Hesaferð verður ráðið viðgjørt í útvarpsstovuni, har professari í føroyskum og studentaskúlalærari skifta orð um, hvussu Málráðið best røkir sína uppgávu. Tíðindafólkini, Brynhild Thomsen, Johnsigurd Johannesen og Sigrún Brend, viðgera eisini orðingar í gomlum tíðindatekstum úr útvarpssavninum, og Petur Øster fær seinasta orðið í síni hugleiðing. Tað byrjaði, tá leirvíkingurin, Jóannes Joensen, arbeiddi sum undirhaldari á Mallorca. Hetta var síðst í 90 unum. Tað kom so líðandi. Tá eg legði meg at sova um kvøldarnar, hoyrdi eg ymiskar røddir fyri mær. Eftir eina tíð blivu røddirnar óbehagiligar, tí tær søgdu ljót orð og tosaðu ikki altíð so pent um meg, fortelur Jóannes Joensen. Men tað vóru ikki bara røddirnar, ið órógvaðu sinnið. Brádliga fór Jóannes Joensen eisini at síggja fyri sær og hava hvørvisjónir. Eitt kvøldið fór eg út á balkongina, og tá eg hugdi upp í himmalin, sá eg Freddy Mercury veittra til mín. Tá visti eg, at okkurt var heilt galið, sigur Jóannes Joensen. Í Vegamótinum fortelur hann millum annað um, hvussu tað er at liva við sálarsjúkuni, og hvussu tað ávirkar gerandisdagin. Vit skifta orð við Tóra Højgaard, løgfrøðing, um Super Tuesday og týdningin ið dagurin hevur. Vánaligt úrslit á Super Tuesday kann hava við sær, at okkurt valevni tekur seg úr valstríðnum, Maðurin hevur sitið í varðhaldi í ein mánað. Hann er mentalkannaður, og niðurstøðan er, at hann er ikki nóg sjúkur til at fáa viðgerðardóm. Maðurin er egnaður til fongsulsrevsing. Av tí at talan er um eitt árs fongsulsrevsing, fer maðurin helst til Danmarkar at sita dómin, sigur Martin Gravesen, varafúti. Landsstýriskvinnan í heilsumálum útnevndi í dag eitt nýtt fólkaheilsuráð. Allir nevndarlimirnir eru skiftir út. Tey, sum nú fara frá, hava verið í ráðnum í 11 ár, síðani 2005. Magni Mohr starvast sum lektari í heilsuvísindum á Fróðskaparsetrinum. Hann hevur master og ph.d. útbúgving í ítróttarfysiologi frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Í Fólkaheilsuráðnum eru sjey fólk, sum landsstýrisfólkið í heilsumálum tilnevnir fyri fýra ár í senn. Landsstýrisfólkið velur formann ella forkvinnu og næstformann ella næstforkvinnu millum limirnar í ráðnum. Strandferðslan hevur keypt eina viku við yvirtíðararbeiði fyri at fáa Sam lidnan eika viku fyrr, sigur Henrik Old, landsstýrismaður, í svari til Jónleif Johannesen, løgtingsmann. Meðan Sam er á beding, fer Jósup at sigla millum Klaksvík og Syðradal. Men Ternan siglir við farmi tveir dagar um vikuna. Hesir báðir dagarnir eru ásettir í tøttum samstarvi við vinnuna í Kalsoynni, sigur Henrik Old. Henrik Old sigur, at kanska fer at bera til at lata Ternuna sigla tríggjar dagar um vikuna á Kalsoyarleiðini og onkran eykatúr á páskum. Strandfaraskip landsins hava svarað, at hóast 18 kilometrar av vegi eru millum fýra bygdir í Kalsoynni, vóru næstan líka nógvir bilar við Ternuni á Nólsoyarleiðini sum við Sam á Kalsoyarleiðini í mars og apríl í fjør. Ein onnur frágreiðing er, sambært Strandferðsluni, at skip, sum sigla fast á einari leið, verða ikki flutt haðani, tá onnur skip fara á beding. Einasta undantakið frá siðvenjuni er Sandoyarleiðin, tá ið Teistin skal í dokk. Tá er neyðugt er at brúka Ternuna á Sandoyarleiðini. Tað er stórur munur á gomlu orðabókunum og so tí, sum vit í dag kunnu fáa á netinum. Nú kanst tú bæði lesa orðið, hoyra orðið og síggja myndir. Ein stórur fyrimunur fyri bæði brúkarar og ritstjórar, er, at frástøðan teirra millum er vorðin so lítil. Brúkari kann senda ritstjóra eini boð, og í fleiri førum er úrslitið, at nýtt orð verður tikið við í Sprotan. Men bygnaðurin verður ikki broyttur við Tórshavnar kommunu í felagnum, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn og formaður í Kommunufelagnum. Í apríl verður aðalfundur í Kommunufelagnum, og sum skilst verða uppskot um bygnaðarbroytingar løgd fram, millum annað at formaðurin í felagnum ikki skal vera tinglimur. Tað er einki galið við røktini, sum sjúklingarnir fáa á B6. Men tað er ørkymlandi at vera á deildini, tí her eru so nógvir sjúklingar og og so lítið pláss. Tað sigur Laura Joensen, sum seinasta hálva árið hevur veri knýtt at B6 á Landssjúkrahúsinum, tí maður hennara, Páll, er illa sjúkur. Skráseting Føroya kravdi, at formaðurin í Ognarfelagi Tryggingartakara skuldi veljast av nýggjum, tí sambært skrásetingini fór ikki alt rætt fram, tá formansval var eftir ársaðalfundin í fjør. Hesaferð varð úrslitið avgjørt við lutakasti, og nýggjur formaður er Arni D. Brattaberg, sum verður í formanssessin til næsta aðalfund. Í morgin verður Maria prinsessa við á ráðstevnuni hjá Autismufelagnum, og hósdagin vitjar hon autismuflokkarnar í Hoydølum, áðrenn leiðin gongur aftur til Keypmannahavnar. Arni D. Brattaberg, nýggi formaðurin í Ognarfelagi Tryggingartakara, hevur ikki havt stundir enn til at hugsa um, hvat hann ætlar at gera við Føroya størsta pengakassa. Um somu tíð vóru fólk úr Kina á eftirlitsvitjan í Føroyum fyri at kunna seg um Heilsufrøðiligu Starvstovuna og eftirlitið, sum hon hevur við laksavirkjum og uppsjóvarvirkjum. Uppskot kom síðani úr Kina um mannagongd fyri, hvussu føroyingar kunnu útflyta makrel, og hvørjar skyldur Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur. Um ársbyrjan 2015 var fundur í Kina, og nú, stívliga eitt ár seinni, hevur danska sendistovan í Beijing boðað frá, at Føroyar kunnu útflyta makrel til Kina. Nú ber til at søkja um stuðul til tiltøk, sum virka mennandi fyri útoyggjar. Einstaklingar, virki, feløg og kommunur kunnu fáa stuðul til tiltøk. Heilsu og innlendismálaráðið skrivar á heimasíðu síni, at játtanin verður umsitin eftir reglugerðini um stuðul til útoyggjamenning, og játtanin er 710.000 krónur. Serligt umsóknarblað skal nýtast til umsóknina, og tað fæst á heimasíðuni hjá ráðnum. Evsta mark at søkja er fríggjadagin í næstu viku, 11. mars. Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum, er avgjørdur, nú hann finst at lógaruppskotinum hjá Nýggjum Sjálvstýri um at loyva kommununum at geva foreldrum pengar fyri at vera heima hjá børnunum. Jógvan Philbrow sigur, at í staðin fyri eigur lógin um dagstovnar og dagrøkt at verða endurskoðað fyri at tryggja øllum børnum í landinum javnbjóðis atgongd til dygdargóðar stovnar. Uppskotið hjá Nýggjum Sjálvstýri tryggjar ikki børnum dygdargóða framtíð, sigur Jógvan Philbrow. Um so var, so hevði ætlanin ella uppskotið verið at givið fleiri møguleikar at útbúgva seg til námsfrøðing og kravt hevði verið, at øll, sum arbeiða við børnum, hava eina útbúgving. Formaðurin í Pedagogfelagnum ávarar eisini móti, at fólk eru heima uttan løn, tí tá fáa tey ikki spart upp til sína egnu eftirløn, skrivar heimasíðan hjá Pedagogfelagnum. Vandi er fyri, at vit fáa tveir samfelagsbólkar, her annar hevur størri eftirløn. Hin parturin missir longu eftirløn við at fara í barsil, sigur formaðurin í felagnum. Harafturat hava kvinnur longu tey verri løntu størvini, sigur Jógvan Philbrow. Uppskotið hjá Nýggjum Sjálvstýri verður viðgjørt á tingfundinum í dag. Joan Sørinardóttir vónar, at bókin fer at eggja foreldum, ommum og abbum, námsfrøðingum og læraraum at fara á kanningarferð í plantu og blómuríkinum í nærumhvørvinum. Umráðandi er tó at vita, hvørjum farið verður eftir, tí summar plantur eru ikki egnaðar til matna. Vit eiga eisini at ansa eftir ikki at taka ov nógv, sigur høvundurin. Alsamt fleiri vaksin fólk verða sett í viðgerð fyri sjúkuna ADHD í Føroyum, sum er ein vaksandi avbjóðing hjá heilsuverkinum, barnagørðum, skúlum og stovnum annars. ADHD er stytting fyri Attention Deficit Hyperactivity Disorder. Tað er staðfest, at ADHD stendst ikki av vánaligum atburði og heldur ikki manglandi intelligensi hjá børnum ella vaksnum. Hvat er so ADHD. Í útvarpsstovuni eru Rebekka Perlick, yvirlækni og Erling Fles, sálarfrøðingur. Fyri at varpa ljós á sjúkuna ADHD, og hvussu støðan er í dag, verður ráðstevna hildin 14. og 15. apríl, og hetta man vera tann fyrsta av sínum slag í Føroyum. Ráðstevnan verður á Hotel Føroyum. Psykiatriski Depilin skipar fyri ráðstevnuni, sum eitur Ráðstevna um ADHD Hvar eru vit í dag Evnini eru hvat er ADHD, ADHD í barnaárum, ADHD í vaksnamannaárum, tilknýti og umsorganartrot, námsfrøði í skúlahøpi, heilivágur, sosial tiltøk, viðgerð, neuropsykologi og misbrúk. Tey, ið fara at røða um hesi evnini, eru Per Hove Thomsen, kliniskur professari í barna og ungdómspsykiatri og yvirlækni, Dorte Damm, barnaneuropsykologur og spesialpsykologur í barna og ungdómspsykiatri, og Tormóður Stórá, serlækni í psykiatri og leiðandi yvirlækni á Psykiatriska Deplinum. Av 168 fráboðanum um arbeiðsskaðar, sum Arbeiðseftirlitið fekk í 2014, er helvtin, 83, í bólkinum heilsa og røkt. Tað eru sjúkrahúsini og ellis og røktarheimini. Í byggivinnuni vóru 15 skaðar fráboðaðir í 2014, 11 í jarnídnaði, níggju í flutningsvinnu og lossing, fýra í skúlum og dagsstovnum, tríggir í handlum og á skrivstovum, og ein arbeiðsskaði var í landbúnaðinum, sambært tølunum hjá Arbeiðseftirlitinum. Fleiri kvinnur enn menn fáa skaða av sínum arbeiði, 91 í 2014. 77 menn fingu skaða. Orsøkin er, at flestu skaðar henda á arbeiðsplássum, sum fáast við heilsu og røkt. Í bólkinum Heilsa og røkt fingu 72 kvinnur og 11 menn skaða í 2014. Síðani 2008 hevur Arbeiðeftirlitið fingið fráboðanir um 804 skaðatilburðir á arbeiðsplássum í Føroyum. 1. Tóra við Keldu 577 atkvøður 2. Olaf í Garði Joensen 554 3. Johan Petersen 442 4. Frankie Jensen 433 5. Jan E. M ller 422 6. Pauli Klakkstein 389 7. Rógvi Thomsen 379 8. Heidi Kollsker 347 9. Robert Poulsen 335 10. John Henrik Holm 331 11. Emil Jakobsen 325 12. Poul M. Poulsen 311 13. Andrias Ziska 314 14. Andrass Skaalum 303 15. Schandorff Vang 286 16. Petur í Króki 279 17. Heðin Poulsen 281 18. Klæmint Weihe 266 19. Jóhannes Martin Olsen 241 20. Jens Sigurð Simonsen 220 21. Torben Nielsen 219 22. Bergur Poulsen 217 23. Tórur Sørensen 158 24. Harald Joensen 143 25. Marni Abrahamsen 128 26. Hanus Midjord 83 Ólavur Rasmussen, formaður í saltsilogrunninum, er varin við at siga, nær siloin verður heilt liðug og klár at taka í nýtslu, men hann vónar, at fystu tiltøk kunnu verða í summar. Løggildu virkini stúra, nú ætlanin er at gera treytirnar lagaligari, so eisini onnur enn tey trý løggildu virkini, kunnu selja matvørur úr seyði og neytum. Felagið sigur, at tær tríggjar fyritøkurnar, sum sambært matvørulógini frá 2010 hava brúkt nógvar pengar til at fáa løggilding til at gera matvørur, serliga úr seyði, stúra fyri framtíðini, verður matvørulógin nú liberaliserað. Stórur vandi verður tá fyri, at trupulleikin endar hjá matstovuni, sum kann blíva stevnd eftir endurgjaldi. Ein annar spuringur er tá, um til ber at keypa trygging móti matvørum, sum ikki eru løggildar. Sambindgarkaf in er eitt integrasjónsátak, sum byrjaði á bókasavninum við løkin, har hon nú er fæstur táttur annan hvønn hósadag. Í gjár var fyrstu ferð at sambinding var á býarbókasavninum í Havn. Enn er ikki endaliga greitt, hvørji valevnini hjá flokkunum vera, men eftir at undanval var í 11 statum í gjár, er skriftin á vegginum greið. Serliga hjá Demokratunum, har Hillary Clinton nú hevur vunnið sær 1001 av umleið 2300 valmonnunum, ið krevjast fyri at gerast valevni floksins. Henni á baki kemur Bernie Sanders, sum hevur vunnið sær 371 valmenn. Sanders vantar sostatt 2000 valmenn fyri at gerast valevni, men Clinton vantar góðar 1300. Eftir undanvalini hjá Republikanska flokkinum í gjár er ríkmaðurin Donald Trump greitt á odda. 285 av 1200 valmonnum stuðla honum at gerast valevni. Hóast talið er nógv minni enn hjá oddakvinnuni í Demokratiska flokkinum, skal havast í huga, at hjá republikanarunum kappast fimm um teir mongu valmenninar, meðan hjá demokratunum eru tey bert tvey eftir. Næstur á listanum hjá republikanarunum er Ted Cruz. Sum neyðarróp eftir úrslitið í gjár, heitti Cruz á hini valevnini hjá flokkinum at leggja kongin og heldur stuðla sær til tess at forða Donald Trump at gerast valevnið hjá Republikanska flokkinum. Higartil hevur tó eingin gjørt eftir ynskinum hjá Cruz. Og hóast Bernie Sanders ikki hevur nakran serligan møguleika at koma á atkvøðuseðilin í heyst, hevur hann lovað at stríðast til tað síðsta. Verða tað Hillary Clinton og Donald Trump, sum fara at kappast um at flyta í Hvítu Húsini í Washington DC í heyst, fer talan helst at verða um ein truplan dyst hjá Trump. Hillary hevur drúgvar royndir í politikki og eina væl skipaða politiska maskuni aftanfyri seg. Sum forsetafrú hjá Bill Clinton í nítiárunum var hon óvanliga virkin í politiskum arbeiði. Eftir tað varð hon vald í Senatið í átta ár, og so var hon uttanríkisráðharri hjá Obama í fýra ár. Ein trupulleiki í amerikonskum politikki er sera lítil vallutøka. Hillary Clinton vísir seg kortini at fáa nógvar kvinnur á val umframt, at teir mongu littu veljararnir, sum á seinsta vali valdu Barack Obama til forseta, nú fara at seta krossin við Hillary. Politiska kósin hjá Hillary Clinton líkist tí hjá Barack Obama, og hon ætlar yvirhøvur at halda somu kós sum hann. Talan er millum annað um ein varnan uttanríkispolitikk, framhaldandi umskipan av heilsuverkinum og búskaparvøkstur. Ríkmaðurin Donald Trump hevur hinvegin ongar politiskar royndir. Hann hevur ríkað seg upp við at byggja, keypa og selja bygningar og hotell fyrst á Manhattan í New York og seinni um alt USA. Júst tað at Trump ongantíð hevur verið politikari ella er spiltur av vatndeyvum politiskum avtalum og skuggaspæli kann eisini vera ein fyrimunur, tí amerikanarar eru sum heild troyttir av virkisleysum breyðpolitikarum og endaleysum valdsstríði. Tí er bersøgni Trump ein svalandi rødd í stirvna politiska spælinum í Washington. Tað er tó ilt at finna eina greiða politiska kós í valstríðnum hjá Trump. Í stuttum vil Donald Trump gera USA stórt aftur ella sum slagorðið ljóðar Make America Great Again. Hvussu hann ætlar at gera tað, veit tó eingin við vissu. Donald Trump ætlar millum annað at byggja ein múr at forða fólki úr Meksiko at flyta til USA, og hann vil nokta muslimum at koma til USA. Hann vil eisini bumba IS, men hevur ongan serligan uttanríkispolitikk annars, og búskaparpolitikk tosar hann ikki nógv um uttan tað, at hann fer at skapa arbeiðspláss, tí tað hevur hann gjørt alt sítt lív. Fólk, ið hava typu 1 diabetes, eru í størri vanda fyri at fáa krabbamein í livrina, lívmóðrina, nýrini og brisið enn fólk, ið ikki hava typu 1 diabetes. Tað er niðurstøðan í nýggjari, altjóða granskingarverkætlan. 9.149 fólk í Danmark, Svøríki, Finnlandi Skotlandi og Avstralia vórðu kannað. Hinvegin eru fólk, ið hava typu 1 diabetes, í minni vanda fyri at fáa krabbamein í bløðruhálskertilin prostata og bróstini, staðfestir granskingarverkætlanin. Eitt er tó heilt greitt sambært granskarúrslitinum Fólk, ið taka insulin fyri sukursjúku, eru ikki í størri vanda fyri at fáa krabbamein. Var samband var millum insulin og krabbamein, skuldi vandin verið størri við aldrinum, og tað er hann ikki, sigur Bendix Carstensen, granskari, sambært JP. Formaðurin í arbeiðsbólkinum, sum gjørdi tilmælið um kommunuhúsið, feldi tað á býráðsfundinum. Ein arbeiðsbólkur gjørdi uppskot um, hvussu bygningurin kundi brúkast Men uppskotið og tilmælið, sum kallaðist Til umsiting og sosialar tænastur í FK bygninginum , fall á býráðsfundinum. Fýra atkvøddu fyri og fimm ímóti. Ein teirra, sum atkvøddi ímóti, var Dánjal Vang, sum annars var formaður í arbeiðsbólkinum, sum gjørdi tilmælið, ið atkvøtt varð um. Arbeiðsbólkurin avgjørdi at beina málið til býráðið til støðutakan. Arbeiðsbólkurin mælti til at seta pengar av til at umvæla FK bygningin til kommunala umsiting, til eina møguliga tannlæknastovu, til mammubólkar og onnur endamál hjá kommununi. Men formaðurin í arbeiðsbólkinum feldi uppskotið saman við fýra øðrum býráðslimum. Danjal Vang sigur, at sum formaður í arbeiðsbólkinum útvegaði hann tekningar og var við til at gera uppskot um, hvat bygningurin kundi brúkast til. Síðani bólkurin byrjaði, eru komin onnur uppskot og aðrar ætlanir um, hvussu gamli FK bygningurin kann brúkast, og eisini eru onnur uppskot komin um, hvar býráðsumsitingin kann vera. Meirilutin í býráðnum feldi uppskotið hjá arbeiðsbólkinum, og Dánjal Vang sigur, at hann fer altíð at atkvøða saman við meirilutanum, sum nú er í býráðnum í Fuglafirði. Dánjal Vang sigur eisini, at hann bað borgarstjóran seta pengar av í fíggjarætlanini hjá Fuglafirði fyri 2016 til FK bygningin, men tað gjørdi hann ikki. Í sendingini hoyra vit løg av plátuni Heartbeats hjá danska saxofonistinum, Christina Dahl, sum kom út á Stunt Records í 2003. Tónleikurin er eitt slag av lounge jazz við soul og blues íblástri og við nýtímans scratch og hip hip beats. Lagt til rættis Arnold Ludvig. 2. sending um skaldið Janus Djurhuus. Tíðarskeiðið 1900 1922. Tíðin í Danmark, lestrarárini. Í røðini verður sagt frá lívi Janusar, og roynt verður at lýsa sambandið millum lagnu og skaldskap hansara. Vit fáa nakað at vita um kvinnurnar í lívi Janusar, um hugsanir hansara um eitt nú samfelagslig og tjóðskaparlig mál, um smeitir og sigrar hansara. Heildarmyndin er sett saman av samrøðum, yrkingum, tónleiki, sangi, brøvum og øðrum skjølum. Sumt av hesum tilfari hevur ikki verið frammi fyrr. Lagt til rættis Hanus Andreassen. American Murder Ballads and their Stories eitur gamla drápsvísusavnið hjá Olive Burt. Gamlar, vakrar sagnir um morð og tað, ið til hoyrir. Millum teirra er søgan um kvinnuna Omie Wise, og hana hevur Benjamin gjørt lag til. Fyrr í tíðini var siður at skriva um brótsgerðir og morð, og millum tær kendastu er bókin hjá Olive Burt. Hon var eisini íblásturin til fløguna hjá Nick Cave, ið kallast Murder Ballads . Fiskimálaráðið og formaðurin í stýrinum fyri Trygdargrunn fiskivinnunar hava tosað saman um málið, og stýrið fer at viðgera møguligar dagføringar í næstum. Um stýrið avger til dømis at hækka minstaforvinningin og semja er millum stýrið og landsstýrismannin í fiskivinnumálum um hækkingina, verður kunngerðin broytt í rúmari tíð fyri 1.juni 2016, tí útgjaldið í verandi kunngerð er galdandi frá 1.juni í fjør til 31.mai í ár. Tað er svarið, sum Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, løgtingskvinna, hevur fingið frá Høgna Hoydal, landsstýrismanni. Løgtingskvinnan sigur, at minstiforvinningurin hjá útróðrarmonnum er 18.000 krónur um mánaðin fyri skatt. Frítíðarløn verður ikki latin, og onnur inntøka verður mótroknað. Minsti for vinningurin er tí tætt við ella um fátækra markið, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir. Hon heldur, at antin eigur minstiforvinningurin at hækka, ella eigur øll onnur inntøka ikki at verða mótroknað. Partarnir á arbeiðsmarknaðinum hjá fiskivinnuni eiga og umsita Trygdargrunnin. Men landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum broytir kunngerðina um útgjøldini. Høgni Hoydal heldur, at stýrið fyri Trygdargrunnin eigur eisini at viðgera spurningin um frítíðarlønina. Felagsskapurin millum Danmark, Grønland og Føroyar stendur fyri avbjóðingum. Nógvir grønlendingar og føroyingar halda, at Danmark hevur framvegis ov stóra ávirkan á teirra samfeløg, og teir síggja onnur perspektiv. Veðurlagsbroytingar og globalisering lata upp fyri nýggjum handilsleiðum, olju, mineralum og ávirkan. Í fleiri hundrað ár hevði Danmark óavmarkað vald yvir Grønlandi og Føroyum men trongdin til sjálvræði hevur leingi skorað á. Í hesi røðini siga vit frá søguni tey seinastu 300 árini um møti millum veiðumenninar, missionerarnar, kongarnar og fiskimenninar. Er framvegis grundarlag undir einum felagsskapi Brynhild Thomsen er vertur í orðaskifti um Søguna um ríkisfelagsskapin beint eftir sendingina. Gestur í sjónvarpsstovuni Jógvan Arge. Tað kemur fram í svari til skrivligan fyrispurning frá Anniku Olsen, tingkvinnu, til Poul Michelsen, landsstýrismann. Í svarinum til Anniku Olsen sigur Poul Michelsen, at tað er ætlanin, at útlendingamál verða yvirtikin í 2016. Í november varð avtala undirritað danska ráðharran, Inger Støjberg, um at seta gongd á arbeiðið at fyrireika yvirtøku av útlendingaøkinum. Í avtaluni binda partarnir seg til at raðfesta arbeiðið við yvirtøkuni Miðað verður eftir, at samráðingarnar verða lidnar í fyrra hálvári 2016, stendur í svarinum frá Poul Michelsen, landsstýrismanni í uttanríkismálum. Karsten Hansen, sum var landsstýrismaður í heilsumálum í undanfarnu samgongu, gjørdi eitt lógaruppskot um Fólkaheilsustovn. Tað varð sent til hoyringar síðst í januar í fjør, men kom ikki í Løgtingið. Karsten Hansen ætlaði, at lógin um Fólkaheilsustovn skuldi koma í staðin fyri lógina um Fólkaheilsuráð, sum er frá árinum 2000. Deildin fyri arbeiðs og almannaheilsu og Fólkaheilsuráðið skuldu leggjast saman í Fólkaheilsustovnin. Sirið Stenberg sigur, at ætlanin um Fólkaheilsustovnin er til enn. Hon sigur, at ætlanin er at hava ráðstevnu í heyst um fólkaheilsu, har ætlanin er at lata eina fólkaheilsuvirðisløn. Katrin á Neystabø, aðalskrivari hjá Amnesty Føroyar, var ein teirra, ið var við í SSP tiltakinum fyri 7. flokkarnar í Havn í síðstu viku, Ungur og lívið Tað góða ungdómslívið. Tiltakið vardi í tríggjar dagar, og vit vóru við. Umframt at tosa við Katrina á Neystabø, aðalskrivara hjá Amnesty, hitta vit eisini Mari Ann Ellendersen, heilsufrøðing í Eysturskúlanum. Maria Ann greiðir frá, hvørji evni eru týðningarmikil hjá foreldrum at tosa við sínar tannáringar um Allar kanningar vísa, at jú seinni tannáringarnir fara at drekka rúsdrekka, jú færri trupulleikar ella abjóðandi støður koma tey í, og fleiri av teimum drekka longu í 8. flokki, og tí er umráðandi, at vit gera fyribyrgjandi arbeiði í 7. flokki, sigur Ann Mari Ellendersen, heilsufrøðingur. Ingi á Smið, SSP lærari, greiðir okkum frá endamálinum við SSP tiltakinum Ungur og lívið , og hví tey hava avrátt at taka júst hesi evni upp Sjálvsálit, dirvi at siga nei, vinalag, fleirtalsmisskiljingar og bólkatrýst. Vit hitta eisini Margret, Lý, Maluna, Rakul, Helenu og Rebekku í 7.a í Eystirskúlanum, og vit spyrja tær, hvat tær gleða seg mest til við hesum SSP tiltaki, og vit spyrja tær eisini, hví tað er av so stórum týdningi, at tey ungu læra at siga nei. Norski filmurin hjá Amnesty kann síggjast her. Á hesum kunningartiltaki kanst tú hoyra um framtíðarætlanir hjá Vága Kommunu og at gera vart við, hvat tú heldur, hevur týdning fyri framtíðina og trivnaðin í Vága Kommunu. Á Vágafagnaðinum verður millum annað greitt frá nýggjari byggisamtykt og bygdaplani, útstykkingarætlanum, víðkan av kirkjugarðinum í Sandavági og nýggjum miðstaðarøki í Miðvági. Bæði samgongan og andstøðan í Løgtinginum eru samd við Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, løgtingskvinnu í Fólkaflokkinum, sum vil hava serliga eftirlønarskipan fyri sjómenn og onnur, sum eru so uppslitin, at tey orka ikki at arbeiða til tey fylla 67. Trivnaðarnevndin hevur broytt orðingarnar í uppskotinum nakað, og øll í nevndini taka undir við tí og mæla til, at tað verður samtykt. Nevndin mælir Løgtinginum til at fáa landsstýrið, sum er í ferð við at gera nýggja pensjónsskipan, eisini at hugsa um fólk, sum eru so niðurslitin likamliga og ella sálarliga av arbeiði, at tey noyðast at gevast, áðrenn tey fylla 67 ár. Í 2013 kom áheitan frá álitisfólki í fiskivinnuni um serstaka skipan fyri niðurslitnar sjómenn, tí nógvir eru heldur ikki mentir at gera annað arbeiði. Tí hava teir onga inntøku, tá teir noyðast at gevast at arbeiða, áðrenn teir gerast fólkapensjónistar. Men tingfólk halda, at eisini onnur enn sjómenn hava brúk fyri serstakari eftirlønarskipan, tí tey hava hart kropsligt ella sálarligt arbeiði og noyðast tí at gevast fyrr enn ætlað. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir legði uppskotið fram 12. november í fjør, og Trivnaðarnevndin fekk tað 17. november. Nú er álit skrivað og atkvøtt verður um uppskotið mánadagin. Nú verður árliga kappingin Ungt virki. Í hesi íverksetarakapping kappast miðnámsskúlanæmingar um rættin at umboða Føroyar í danska Company Programme, sum er partur av Young Enterprise. Vøran hjá bólkinum úr Miðnámi á Kambsdali eitur Eacy, og teir fýra, ið varða av appini, ætla sær víðari við henni eftir kappingina. Súni Selfoss og Niels á Reynatúgvu bjóða seg báðir fram at taka við sum formaður í Starvsmannafelagnum eftir Selmu Ellingsgaard, sum leggur frá sær á aðalfundinum leygardagin. Vit seta valevnunum stevnu at tosa um valstríð og leiklutin hjá landsins størsta, almenna fakfelag næstu árini. Eftirlitismyndugleikin Skráseting Føroya kom í vikuni til ta niðurstøðu, at nevndarformaðurin í føroya størsta pengakassa varð valdur eftir skeivum fortreytum eftir aðalfundin í fjør. Nevndin í Ognarfelag Tryggingartakaranna er í tvíningum, og tí varð neyðugt við lutakasti, har Gunnar í Liða fall og Arni D. Brattaberg brádliga gjørdist nýggjur nevndarformaður. Tað hendir, samstundis sum Umboðsráðið, ið umboðar allar eigararnar, verður valt av nýggjum. Umboðsráðið er aðalfundurin í Ognarfelag Tryggingartakaranna og skal í apríl velja nevndina av nýggjum. Vit hyggja nærri at tí, sum fer fram í TF samtakinum í hesum døgum. Fríggjakvøldið 4. mars klokkan 21 verður sangløta í Reinsarínum í Havn. Tað er Svein í Prestgarði saman við bólki, ið syngur og spælir. Svein var í nógv ár bundin av alkoholi, og hann sá sær ongan útveg uttan at biðja um hjálp. Ta hjálpina hevur Svein fingið, og nú vil hann, gjøgnum sang, geva hetta víðari til teirra, sum eisini treingja til hjálp. Ert tú ein av teimum, ið hevur bíðað í spenningi eftir nýggju pørtunum í House of Cards sjónvarpsrøðini á Netflix, so kanst tú gleða teg nú. Klokkan átta føroyska tíð neyvt 8 01 fríggjamorgunin eru 13 nýggir partar tøkir hjá Netflix. Sostatt kemur talið av pørtum upp í 52 tilsamans. Tíðin er tann rætta. Nýggju partarnir av House of Cards koma samstundis sum farið verður undir endaspurtin í amerikanska forsetavalinum um átta mánaðir. Tað er longu nú greitt, at røðin endar ikki við nýggju pørtunum, ið koma fríggjamorgunin. Netflix hevur boðað frá, at tey fara eisini at framleiða fimtu røðina av House of Cards. Tá fólk kring allan heimin fara til hárfríðkaran í 2017 og ynskja tað nýggjasta hársniðið, so er stórur møguleiki fyri, at tað er ein føroyingur, ið hevur ment júst tann hármótan. Herfyri bleiv Mariann K. Ivansdóttir, hárfríðkari, biðin um at vera við til at menna og skapa nýggj hársnið, sum vit fara at síggja í mótamyndini næsta ár. Ein uppgáva, sum hon er ógvuliga errin av at hava fingið í boði. Hetta er stórt, og í roynd og veru ein dreymur, eg altíð havi havt. Við hesum skal eg gera hársnið, sum aðrir hárfríðkarar kring allan heimin fara at arbeiða eftir, sigur Mariann K. Ivansdóttir. Líkt er til at ein stórur partur av hármótanum 2017 verður mentur í Føroyum, tí í fyrstu atløgu fer Mariann K. Ivansdóttir at menna og skapa tey ymisku hársniðini her á klettunum. Hesa fyrstu tíðina fari eg at arbeiða í Føroyum á míni egnu salong við nýggjastu sniðunum, men eg samskifti sjálvandi við aðrar hárfríðkarar í Intercoiffure um tey ymisku sniðini, sendi teimum myndir og so framvegis. Men í mai hittast vit í París, har vit so í felag finna fram til endaligu sniðini, fortelur Mariann K. Ivansdóttir. Nevndin í Ognarfelag Trygginartakaranna er í tvíningum. Fráfarni formansskapurin metti, at tríggir nevndarlimir villeiddu og høvdu skeiv uppáhald í brævi, sum teir tríggir nevndarlimirnir sendu Skráseting Føroya, tá skrásetingin fór at kanna formansvalið í Ognarfelagnum. Tað kemur fram í innliti, Kringvarpið hevur fingið frá Skrásetingini. Gunnar í Liða varð í fjør afturvaldur sum formaður í nevndini í Ognarfelagnum, hóast tað stóð á jøvnum millum hann og Ingeborg Godtfred. Tá metti nevndin, ið hevði fingið advokatar at kanna málið, at Gunnar í Liða, sum formaður í gomlu nevndini, átti avgerandi atkvøðuna. Men nevndin var als ikki samd um mannagongdina. Hoyr Beintu Løwe greiða frá øllum málinum. Nógv gomul sita einsamøll og óhjálpin heima ella liggja á sjúkrahúsi, tí pláss ikki er fyri teimum á røktarheimum. Bíðilistarnir eru langir, og tey avvarðandi eru illa sperd. Uppgávan hjá Fólkaheilsuráðnum er ikki at seta forboð, men heldur at upplýsa. Út frá upplýsingunum kunnu fólk so sjálv taka støðu. Í morgunsendingini tosaði formaðurin millum annað um tey ymisku økini, sum Fólkaheilsuráðið roynir at kunna um. Serliga er tað rørsla, sum fokus skal setast á. Nú havi eg ikki sitið saman við ráðnum enn, men eg kundi hugsað mær, at fleiri føroyingar fáa møguleika at røra seg, tí sum nú er, er enki tilboð til tey fólkini, sum ikki tíma kappingarítrótt, sigur Magni Mohr. Í mentanarkaf ini hesa ferð fer fyrst Vár í Ólavsstovu at ummæla tvey yrkingasøvn tvær fyrstu royndir, onnur eftir Hera Olsen og hin eftir Rakul Tróndheim. Síðan verða tvey av tiltøkunum í samband við at Janus Djurhuus hevði fylt 135 ár. Konsertin á Reinsarínum og framsýningin í Smiðjuni í Litluvík. Aftaná konsertina fingu vit orðið á Stanley Samuelsen, Kára Sverrason úr Enekk og Urd Johannesen úr korinum Tarira. Og í smiðjuni hoyra vit Helenu Dam á Neystabø, Merete Messman og Kára Svensson Øll seinna helvt viðger sjónleik, nú sjónleikarabólkurin grugg frumframførir leikin Sangir við gráa havsins strendur eftir finska leikritahøvundan Pipsa Lonka. Vit hitta millum annað Leikstjóra og týðara, og Gulla Øregaard og Búi Dam fara at ummæla leikin. Skaldsøgan hjá Carl Jóhan Jensen, Eg síggi teg betur í myrkri. Forspæl til ein gleðileik , er føroyska uppskotið til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. Elísabet Kristín J kulsdóttir, Ástin ein taugahrúga enginn dans við Ufsaklett Kærligheden et nervevrag. Ingen dans ved Fiskeklippen , Digtsamling, Viti menn, 2014 Seksualiteturin hjá foreldrunum hevur ongan týdning fyri trivnaðin og menningina hjá børnum. Tað avgerandi fyri børn eru evnini hjá foreldrum at vera foreldur. Kanningar staðfesta, sambært Kathrinu Lindenskov Holm, sálarfrøðingi, at børn hjá samkyndum foreldrum hava tað gott, serliga ti tey ikki kunna fáa børn á ein lívfrøðiligan hátt, og tí hava hugsað seg gjølla um, áðrenn tey eru vorðin foreldur. Tað, sum Jógvan á Lakjuni serliga stúrir fyri, er, at rætturin, at kenna eina partin av sínum biologiska uppruna, ikki er til staðar við foreldrum av sama kyni. Hoyr samrøðurnar við Jógvan á Lakjuni, tingmann hjá Fólkaflokkinum, og Kathrinu Lindenskov Holm, sálarfrøðing. Skaldsøgan hjá Carl Jóhan Jensen, Eg síggi teg betur í myrkri. Forspæl til ein gleðileik , er føroyska uppskotið til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. Rithøvundafelagið sigur í grundgevingini fyri tilnevningina, at bókin er eitt heilskapað listaverk, har kynstriga hendingagongdin og málið verða samantvinnað í eini óloysandi heild. Málsligi búnin er fjølbroyttur og poetiskur. Málsliga er skaldsøgan merkt av, at høvundin er yrkjari. Hetta er fimtu ferð, at Carl Johan Jensen er tilnevndur Bókmentavirðisløn Norðurlandasráðsins. Greinin heldur fram niðanfyri. Anna Mattsson hevur týtt bókina til svenskt í sambandi við tilnevningina. Norðurlendsku stjórnirnar stovnaðu Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í 1961. Higartil hava bara tveir føroyingar fingið Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins, William Heinesen fekk hana í 1965 fyri Det gode h b og Rói Patursson fekk hana í 1986 fyri yrkingasavnið Líkasum. At lutfalsliga nógvir studentar gevast við lestrinum á Fróðskaparsetrinum hongur uttan iva saman við, at lestrarstudningurin í Føroyum er nógv minni enn í Danmark, tí mugu nógvir arbeiða við siðuna av, og tað gongur út yvir lesturin, sigur Hjalti í Jákupsstovu, rektari. Fróðskaparsetrið ger meira fyri at styrkja lestrarumhvørvið og stuðla teimum lesandi, sigur hann. Broytingar verða gjørdar í 2018, tá sáttmálarnir við tey, sum røkja bygdaleiðirnar fyri Strandferðsluna, ganga út. Tað sigur Hilmar Eliasen, stjóri. Hann vísir á, at smáu leiðirnar lítið og einki kosta samanborið við so nógv annað. Fleiri av bygdaleiðunum koyra tómar meginpartin av tíðini. Kunoyarleiðin er minst brúkta leiðin við fýra ferðafólkum í ársins fyrsta mánað. Maria prinsessa vitjaði í morgun Studentaskúlan í Hoydølum. Har fekk hon høvi at vitja báðar serflokkarnar við tilsamans 15 næmingum, ið hava autismu. Prinsessan fekk eisini eina heilt serliga gávu frá einum av næmingunum. Kommunurnar í Suðuroynni fingu í januar og februar góðar 23.3 milliónir inn í kommunuskatti. Tað er góðar 2.7 milliónir meira enn sama tíðarskeið í fjør. Vøksturin í inntøkunum er 12,9 prosent. Allar kommunur uttan Fámjins kommuna hava fingið meira inn í kommunuskatti í januar og februar í ár enn í fjør. Lutfalsliga størsti vøksturin er í Hvalbiar kommunu. Kommunan fekk í januar og februar í ár 22,58 prosent meira inn í skatti samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Avlopið hjá Trygd í 2015 var 6,5 milliónir krónur, boðar tryggingarfelagið frá í morgun. Hetta er ein afturgongd sammett við 2014, tá avlopið var 12,5 milliónir. Grundin er, at skaðagjøldini vóru munandi størri í fjør enn árið fyri. Skaðaendurgjøld fyri egna rokning hækkaðu upp í 53,6 milliónir krónur samanborið við 49,2 í 2014. Serliga fyrra hálvár 2015 var merkt av fleiri størri og miðalstórum eldskaðum, umframt at skaðarnir sum heild hava verið fleiri enn undanfarin ár. Orsøkin er lutvíst, at Trygd hevur fingið fleiri viðskiftafólk, og at skaðarnir tískil eisini eru fleiri, skrivar felagið í tíðindaskrivi í morgun. Ársúrslitið hjá Trygd fyri 2015 er tó í samsvari við tær ætlanir, ið vórðu lagdar, sigur felagið. Leiðslan í Trygd heldur úrslitið fyri 2015 er nøktandi. Kvinnur eru meira enn helmingurin í bólkunum, ið tjena undir 300.000 krónur um árið. Í bólkunum, ið forvinna 300.000 ella meira, eru fleiri menn enn kvinnur. Í bólkinum, ið forvinnur millum 300.000 og 400.000 um árið, eru 46 prosent kvinnur og 54 prosent menn. Tá vit koma í bólkarnar, ið forvinna meira enn 400.000, lækkar prosenttalið av kvinnum rættuliga nógv. Av teimum, ið tjena millum 400.000 og 500.000, eru bara 28 prosent av kvinnum. Bara trý prosent av kvinnum eru í bólkinum, ið tjena eina millión og meira. Katrin Kallsberg, Hallelujasofus og Henrik Old eru í útvarpsstovuni og kjakast um kvinnudagin, hvussu hava kynini tað bæði herheima og úti í verðini bæði til gaman og álvara. Stafettina hevur Hans Marius í Byrgi. Hann eigur ein son og er vinnurekandi. Hann sigur ommuna hava havt sera týðandi leiklut í sínum lívi. Tað hendir meiri enn so, at eldri fólk, sum ikki eru í viðgerð, men tó røktarkrevjandi, verða liggjandi á Landssjúkrahúsinum, tí tey kunnu ikki fara heim, og tey hava einki búpláss. B7 er ein endurvenjingardeild fyri fólk við apopleksi. Á deildini liggja ofta sjúklingar, sum eru liðugt viðgjørdir og hetta gongur útyvir hinar sjúklingarnar, sigur Jóna Sigmundardóttir deildarleiðari á B7. Sambært NAV, arbeiðsloysisskipanini í Noregi, fer arbeiðsloysið at vaksa næstu mánaðirnar og móti ársenda í ár. skrivar heimasíðan petro.no Næsta ár minkar arbeiðsloysið aftur, vísir framrokningin, men ikki meira enn, at miðalarbeiðsloysið í 2017 kortini verður sindur størri enn miðal í ár. Í fjør vóru í miðal 80.600 arbeiðsleysir norðmenn. Í ár metir NAV, at talið á arbeiðsleysum í Noregi kemur upp í 91.000 og næsta ár 92.000. Vit rokna við, at tað fer venda í 2017 í flestu pørtum av landinum, men tað kann taka longri tíð, sigur Sigrun V geng, arbeiðs og vælferðarstjóri. Sambært seniorráðgevanum hjá NAV, Johannes Sørbø, sum er ein teirra, ið hevur gjørt framrokningarnar, eru metingarnar sindur hægri enn tær vóru í fjør heyst. Men nú skal fokus setast á júst tað sálarliga arbeiðsumhvørvið á føroysku arbeiðsplássinum. Arbeiðseftirlitið hevur sett Annu Andresen, sálarfrøðing, í starv, og hon skal vera við til at hjálpa teimum fólkunum, sum ikki hava tað gott sálarliga, tá tey eru til arbeiðis. Fyrr hevur tað sárliga arbeiðsumhvørvið verið tabu, men seinastu árini er tað eitt evni, sum vit øll tora betur at tosa um. Harvið eru fólk meiri tilvitað um sítt sálarliga arbeiðsumhvørvið, sigur Anna Andresen, sálarfrøðingur. Í morgunsendingini fortaldu hon og Leivur Persson, leiðari á Arbeiðseftirlitinum, hvussu tað sálarliga arbeiðsumhvørvið á føroysku arbeiðsplássunum nú skal kannast. 5. mars verður loppumarknaður á Klædnadeildini á Tekniska Skúla í Tórshavn, har tú bæði kanst keypa og bíleggja eitt borð at selja tínar egnu loppur. Á degnum ber til at læra at gera sítt egna ella keypa tað, sum er útstillað. Tú kanst eisini ogna tær eitt innkeypsnet, sum verður gjørt burtur úr loppunum. Í sendingini Eg siti bara og bíði í sjónvarpinum í gjár, trinu fleiri fólk fram, sum eru í dýrastu neyð, tí tey fáa ikki síni eldru á heim, har tey fáa umsorgan alt samdøgrið. Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at Tórshavnar Kommuna fer sjálvandi at taka sær av sínum borgarum, men hann heldur, at mann eigur at hugsa um alternativ til ellis og røktarheim, eitt nú íbúðir, sum kunnu gerast í samstarvi við landið. Sigurðjón Eldevig hevur búð í Sisimiut í Grønlandi í mong ár, har hann hevur starvast á tekniska skúla. Sigurðjón lærdi til timburmann hjá Herluf Johansen í Havn og fór í 1962 til Grønlands at arbeiða. r Suðurgrønlandi gekk leiðin norður til Sisimiut, har Sigurðjón møtti konuni sama dag, hann kom hagar. Tey búðu í Føroyum eitt skifti. Tríggir synir eru í Grønlandi og tvær døtur í Danmark, men øll rokna Sisimiut sum familjumiðstøðina. Mamma Sigurðjón var dóttir hornabóndan Johan Danielsen í Havn. Hon vaks upp hjá pápasystrini Marionnu í Fuglafirði. Pápin var Chr. Sofus Eldevig úr Fuglafirði. Altjóða hoyridagur var í gjár, og í hesum sambandi hevur WHO, World Health Organisation, heitt á børn og ung um ikki at hava tónleikin so hart frá í telefonunum. Búskaparráðið eftirlýsir ein kommunalreform í nýggjastu várfrágreiðingini, sum varð løgd fram í morgun. Ráðið vísir á, at ístaðin fyri kommunalreformin hava vit, tá eldraøkið varð lagt út frá landi til kommunurnar at umsita, fingið eitt nýtt lag millum land og kommunur. Bæði almenna nýtslan og almennu íløgurnar eru konjunktur viðgangandi. Ein tílíkur politikkur økir um sveiggini í búskapinum, heldur enn at javna búskapargongdina. Tað staðfestir Búskaparráðið, sum eftirlýsir eina yvirskipaða ætlan fyri land og kommunur, sum tekur atlit til búskaparstøðuna í samfelagnum. Tað kom fram, tá Poul Michelsen, landsstýrismaður setti aliráðstevnuna fyrrapartin. Ætlanin er, at alarar, sum megna at halda lúsatølunum niðri uttan at brúka medisinska viðgerð, fáa víðari virkisræsir. Kunngerðin, um at broyta markið fyri laksalús, er á gáttini. Súni Selfoss er 51 ára gamal og starvast dagliga sum savnsvørður í Kringvarpi Føroya. Súni er ættaður og búsitandi í Sørvági. Hann hevur sitið í nevndini í Starvsmannafelagnum tíðarskeiðið 2000 til 2006 og aftur frá 2007 til dagin í dag. Síðani 2008 hevur hann verið næstformaður í felagnum. Niels á Reynatúgvu er 40 ára gamal og arbeiðir sum tøknifrøðingur hjá FT Neti í Føroya Tele. Niels er ættaður av Sandi og býr á Signabø. Hann hevur sitið í nevndini hjá Starvsmannafelagnum síðani 2006. Formaðurin í Starvsmannafelagnum verður valdur fyri fýra ár í senn. Fosturtøkulóggávan í Føroyum er ikki nøktandi. Tað halda bæði tey, ið eru fyri fríari fosturtøku, og tey, ið eru ímóti fosturtøku. Hetta kemur fram í grein í danska blaðnum Weekendavisen, sum í nýggjastu útgávuni varpar ljós á, at føroyskar kvinnur framvegis ikki hava rætt til fría forsturtøku 43 ár eftir at danskar kvinnur fingu tað. Jenis av Rana, formaður Miðfloksins, sum er ímóti fosturtøku, sigur í greinin, at lógin er ræðulig. Ert tú fyri fosturtøku, kanst tú brúka lógina til at fremja forsturtøkur. Ert tú hinvegin ímóti, kanst tú eisini brúka hana til at nokta fosturtøku. Talan er um eina lóg, ið ikki verður hildin, og um eina lóg, ið verður brúkt ymist, sigur Jensi av Rana, formaður Miðfloksins. Anita á Fríðriksmørk, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, sum er fyri fríari fosturtøku, er í grundini samd við Jenisi av Rana, at fosturtøkulógin ikki er nøktandi. Hinvegin er fosturtøka eitt so mikið stórt tabu í Føroyum, at eingin torir ordiliga at nerta tað politiskt. Vandin er, at forsturtøkulóggávan verður herd, um hon verður viðgjørd politiskt. Meiriluti er ikki fyri at gera hana linari, staðfestir Anita á Fríðriksmørk, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, í greinini í Weekendavisen. Spurningarnir í dag eru seg um ein mann, sum ikki følir, at samfelagið eisini er gearað til hansara, um hvørt mann skal hava børn við til konsert, og um mann skal gera nakað, tá mann hevur varhugan av harðskapi hjá grannanum. Tað staðfestir Esbern Patursson frá Fiskaaling, ið hevur granskað í sjálvsmittandi alibrúkum. Hann hevur granskað í sjálvsmittandi alibrúkum hjá Fiskaaling. Føroyameistararnir frá í fjør vunnu sannførandi 4 1 á heimavølli ímóti ÍF í Gundadali. Gestur Bogason Dam skjeyt ársins fyrsta landskappingarmál heilt tíðliga í dystinum, og 1 0 leiðslan helt sær heilt til hálvleiks. Í seinna hálvleiki økti Jógvan Skeel Nolsøe fyrst um leiðsluna til 2 0 til B36, áðrenn Bogi Reinert Petersen minkaði um munin fyri ÍF. Men stutt eftir skjeyt Jógvan Skeel Nolsøe sítt seinna mál í dystinum, og so megnaðu gestirnir úr ÍF ikki at koma nærri nøkrum stigi í Gundadali. Sigurin varð staðfestur í yvirtíðini, tá ið innskifti Sebastian Pingel skoraði til 4 1, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið. HB fekk øll trý stigini við sær heim úr Runavík, har teir vunnu 2 1 ímóti NSÍ. Ári Mohr Olsen legði gestirnar á odda tíðliga í dystinum, og NSÍ svaraði ikki aftur fyrr enn í seinna hálvleiki, tá ið Klæmint A. Olsen javnaði fyri NSÍ. Men stutt eftir skoraði Magnus Egilsson fyri HB til 2 1, og tann støðan helt sær eisini heilt til dystarlok. Triði dysturin í dag varð spældur við Stórá í Trongisvági, har KÍ vitjaði TB. Einsamalla málið í tí dystinum kom eftir ein hálvan tíma, tá ið Heðin Klakstein skoraði fyri KÍ. Hóast TB legði stórt trýst á KÍ málið tað mesta av seinna hálvleiki, fingu teir ongantíð útjavnandi málið, og dysturin endaði sostatt 1 0 til KÍ. Teir báðir seinastu dystirnir í fyrsta umfari verða spældir í morgin. Í Gøtu tekur Víkingur ímóti Skála, og á Argjum kemur B68 á vitjan hjá AB. B36 ÍF 1 0 Gestur Bogason Dam 7 2 0 Jógvan Skeel Nolsøe 47 2 1 Bogi Reinert Petersen 60 3 1 Jógvan Skeel Nolsøe 62 4 1 Sebastian Pingel 90 TB KÍ 0 1 Heðin Klakstein 30 NSÍ HB 0 1 Ári Mohr Olsen 9 1 1 Klæmint A. Olsen 56 1 2 Magnus Egilsson 63 Vit prátaðu eisini prátaðu við Súsannu Hjallnafoss og Bjarta Sigmundarson, um hvat endamálið við námsferðum er, og um tær eru líka viðkomandi í dag sum fyrr. Eingin hevur sæð hendingina, men maðurin, ið hevur verið fyri harðskapinum, sigur seg kenna gerningsmannin. Løgreglan ætlar at avhoyra viðkomandi seinni í dag. Umframt harðskapsmálini, hevur løgreglan havt eitt rúsevnamál fyri og seinnapartin í gjár varð ein maður handtikin fyri at koyra við kenning í Havn. Nógv fólk hevði leitað sær í býin um alt landið í góðveðrinum í nátt, og tá so er, roynir løgreglan altíð at gera seg sjónliga til tess at forða fyri illsemjum og harðskapi. Ofta eydnast okkum at fyribyrgja harðskapi, men vit kunnu ikki vera allastaðni allatíðina, sigur løgreglan í stuttari viðmerking. Í fyrstu atløgu varð streymurin lagdur um, so økið fekk streym frá øðrum skipanum, men villan verður rættað aftur í dag, sigur Jón Nielsen. Dygdin er nóg góð til heimsins kræsnasta marknað, sigur Bogi Jacobsen, stjóri á Varðanum Pelagic, sum í fýra ár miðvíst hevur arbeitt fyri at selja lodnu til Japans. Japanar gjalda í miðal 6 krónur fyri kilo fyri lodnu frá Varðanum. Tað er hægri enn aðrir marknaðir vilja gjalda. Kári Sólstein tosaði við Boga Jacobsen, stjóra á Varðanum Pelangic í sendingini Surk. Lógin um arbeiðsumhvørvið varð broytt í 2000, men peningur hevur ikki verið til at hava eftirlit við sálarligum arbeiðsumhvørvi. Nú er sálafrøðingur settur í starv. Leivur Persson ivast ikki í, at tørvurin er har. Fríggjadagin gjørdi Danmark av at fara í vápnað stríð móti IS, sum herjar stór øki í Sýria og Irak. Í fyrstu atløgu fer Danmark at senda F 16 flogfør og servandar hermenn í kríggj móti IS. Sjúrður Skaale, fólkatingslimur fyri Javnaðarflokkin, segði á Facebook eftir, at uttanlandsnevndin hjá Fólkatinginum fríggjadagin hevði gjørt av, at Danmark skuldi í kríggj, at tað er brot á Fámjinsskjalið, at føroyingar ikki vóru kunnaðir frammanundan. Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkismálum, er samdur. Hann heldur, at uttanríkispolitiska heimildarlógin má broytast. Hóast danska stjórnin í hesum føri breyt uttanríkispolitisku heimildarlógina, boðaði Sjúrður Skaale alment frá, at hann stuðar avgerðini at fara í hernað móti IS. Tað sigur Hendrik Old landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum í svari til fyrispurning frá Kára P Højgaard, løgtingsmanni hjá Nýggja Sjálvstýri. Uppgerðin hjá landsstýrismanninum vísir, at 73 søktu um arbeiðsloyvi í 2013, 58 í 2014 og mett verður, at 65 útlendingar søktu um arbeiðisloyvi í Føroyum í 2015. Útlendingar, ið eru giftir við føroyingum, og sum seta búgva í Føroyum, eiga at sleppa til arbeiðis skjótast gjørligt, sigur Hendrik Old eisini í svarinum til Kára P. Højgaard. Málið hjá donsku myndugleikunum er, at familjusameining skal avgreiðast í mesta lagi tríggjar mánaðir eftir, at umsókn er latin inn. Tað verða tey eisini, sigur Hendrik Old í svari sinum til Kára P Højgaard. Kári P. Højgaard vil eisini vita, nær væntast kann, at umsitingin og avgreiðsla av arbeiðs og uppihaldsloyvi verður yvirtikið sum føroyskt sermál. Yvirtøkan av umsitingini og avgreiðsluni av arbeiðs og uppihaldsloyvum verður sostatt ikki framd, fyrr enn alt málsøkið, útlendingamál og marknaðeftirlit, verður yvirtikið, og hetta hevur víst seg at verið torført, tí tað hevur víst seg at vera ringt at finna eina loysn á spurninginum um Schengen. Fólkaflokkurin hevur borið eitt lógaruppskot í tingið, sum tekur burtur forðingar fyri at selja føroyskan mat samstundis við, at fult gjøgnumskygni verður frá bónda og veiðumanni til tann, sum etur, skrivar Fólkaflokkurin í tíðindaskrivi í dag. Eyðgunn Samuelsen er lansstýriskvinna i javnstøðumálum. Hon sigur, at kvinnur, sum arbeiða í umsorganarstørvum hjá tí almenna, skulu hava møguleika fyri at arbeiða fulla tíð. Haraftrat skal eftirløn gjaldast av barsilspengum, tí tað er ofta kvinnurnar, sum eru í barsli, og tær hava frammanundan alt ov lítla pensjón, um tær arbeiða skerda tíð. Haraftrat fer landsstýriskvinnan at greina, hví menn fáa tvey trý prosent meira í løn enn kvinnur. Ein munur, sum eingin reiðiliga veit, hvaðan stavar frá. Við einum sigri á STÍF í dag, stevnir VÍF móti FM finaluni. Samstundis, sum KÍF vann á Kyndli, er munurin millum liðini, ið kappast um at koma í finaluna, øktur. Hóast útlitini síggja bjartast út hjá vestmenningum, hava KÍF og Kyndil framvegis møguleika at røkka finaluni, men kunnu ikki avgera tað sjálvir tað krevst, at VÍF snávar. Bara eitt stig skilir liðini Fleyr, Drátt og SÍ, sum kappast um at koma í FM finalurnar. Tað er greitt eftir triðseinasta umfar av flogbóltskappingini , sum varð spælt í dag. Í gerðabókini frá seinasta fundi hjá Trivnaðarnevndini, sum var 1. mars, stendur, at Álitið verður skrivað. Avgjørt varð at leggja álit fram á tingfundi 7. mars 2016. Og tað er í dag. Trivnaðarnevndin hevur fund aftur klokkan hálvgum eitt í dag. Tá er málið aftur á skrá í nevndini, og tá verður álitið undirskrivað, sambært Katrini Kallsberg, forkvinnu í Trivnaðarnevndini. Talan er um eitt drúgt mál. Uppskotið varð lagt fyri Løgtingið 17. november í fjør, og álitið hevur sostatt verið í Trivnaðarnevndini í nærum fýra mánaðir. Tað eru Sonja J. Jógvansdóttir, Bjørt Samuelsen,Hanna Jensen, Kristianna Winther Poulsen, løgtingskvinnur, ið hava lagt uppskotið fram. Løgtingsfundur er klokkan hálvgum tvey í dag. Greinin heldur fram niðanfyri. Tomlinson menti eina skipan, sum hevði við sær, at tú kundi senda boð millum teldur longu í 1971. Hann sendi sjálvur fyrsta teldupostin millum tvær teldur í sama rúmi um sonevnda ARPA netið . Nærum líka so stór var avgerðin hjá honum at brúka teknið fyri at skilja millum navnið á tí, sum fekk teldupostin, og domenið í einum telduposti. Men í 1994 spurdi onkur, hvør í veruleikanum hevði uppfunnið teldurpostin. Roy Tomlinson, ið uppfann teldupostin, varð 74 ára gamal. Hevur tú eisini deilt myndir á Facebook av norðlýsinum sunnukvøldið, ið vit kundu víst her. Send okkum ein teldupost. Tað var danski fólkaminnisgranskarin Svend Grundtvig 1824 1883 , sum átti hugskotið at skriva niður øll brigdi av føroyskum kvæðum, sum vitað var um um miðja 19. øld. Hann arbeiddi tá við heildarverkinum Danmarks gamle folkeviser og varnaðist, at summar av søgunum í gomlu donsku vísunum eisini vóru at finna í føroyskum kvæðum, sum eitt nú Jens Chr. Svabo, Hans Chr. Lyngby og Jóannes Clementsen høvdu skrivað niður. Síðan Árni Dahl fór frá við eftirløn, hevur hann skannað øll kvæðini úr stórverkinum Corpus Carminum Færoensium inn, rættlisið og gjørt klárt at leggja á heimasíðuna. Sjálvandi ljóðar tað gott, at talið av høvuðskaðum er minkað niður í eina helvt, síðan hjálmlógin kom, men áðrenn vit avgera, um Føroyar skulu hava eina slíka lóg ella ikki, er neyðugt, at vit hava nøkur hagtøl at arbeiða við. Herfyri blivu svensk hagtøl almannakungjørd, sum vísa, at talið av høvuðskaðum er minkað niður í eina helvt, síðan hjálmlógin kom í gildi í 2005. Í 2005 blivu 501 barn undir 15 ár innnløgd á sjúkrahús í Svøríki við skaða í høvdinum, tí tey vóru dottin á súkklu. Í 2014 var hetta talið farið niður á 288 børn. Minkingin er 43 prosent. Tað er einki at ivast í, at skaðarnir eru munandi minni, tá børn eru fyri óhappi á súkklu og brúka hjálm. Men harfrá og so til at skula áseta við lóg, at børn undir 15 ár skulu brúka hjálm, tá tey súkkla, tað er eitt stórt lop, sigur Allan Samuelsen, ið hevur arbeitt sum ambulansuførari í útivið 18 ár. Herurin í Norðurkorea skrivar í fráboðanini, at hann setur fyribyrgjandi kjarnorkuálop í verk í rættvísins navni móti grannalandi sínum og USA. Hetta hendir bara fáa dagar eftir, at norðurkoreiski leiðarin, Kim Jong un segði, at kjarnorkuvápnini, sum Norðurkorea eigur, eru klár at taka í nýtslu, nær tað skal vera. Norðurkorea sigur, at hernaðarvenjingin hjá Suðurkorea og USA er ein fjald kjarnorkukrígsvenjing. Náðileysa kjarnorkuálopið fer greitt at vísa, hvør vil hava ágang og kríggj, sigur Norðurkorea í hvassorðaðu fráboðanini. USA hevur fyrr sagt, at Norðurkorea hevur ikki tøknina til at leypa á USA, og at um so verður, so noyðist Norðurkorea at fáa hjálp uttanífrá. Sambandsflokkurin hevur lagt uppskot til samtyktar fyri Løgtingið um, at landsstýrið fer undir samráðingar beinanvegin, so føroyskar fiskavørur fáa fría atgongd til ES marknaðin. Uppskotið er partur av einum vakstrarpakka, sum Sambandsflokkurin legði fram í dag. Hoyr samrøðuna við Bárð Nielsen, formann í Sambandsflokkinum. Í síðstu viku var kunningarfundur fyri næmingar og foreldur um skúlatilboðið, og undirtøkan var góð, sigur Ólavur Thomsen, skúlastjóri í Fuglafjarðar Skúla. Teir fýra tilnevndu advokatarnir í leiðsluni í Eik Banka í Danmark hava fingið alt ov lítla løn fyri sítt arbeiði í stóra endurgjalds sakarmálinum, sum Fíggjarligt Støðufesti hevur reist móti teimum Landsrætturin hevur ásett samsýning, sum er minkað við meira enn 80 prosentum sammett við teir tímarnar, sum advokatarnir hava brúkt til arbeiðið. Skerjingin er gjørd uttan nærri grundgeving, og tí hevur Hægstirættur gjørt av, at landsrætturin skal taka støðu til upphæddirnar av nýggjum. Peter Kierkegaard, sum er ein av teimum fýra advokatunum hjá leiðsluni í gamla Eik Banka í Danmark, sigur við Ritzau, at hann frøist um avgerðina hjá Hægstarætti. Tað hevur verið stórur trupulleiki fyri okkum, at vit ikki hava fingið samsýning fyri okkara arbeiði so hvørt, sigur Peter Kierkegaard. Tað er Fíggjarligt Støðufesti, sum hevur reist stóra rættarmálið. Fíggjarligt Støðufesti er almenna fyritøkan, sum hevur yvirtikið fleiri bankar, sum eru farnir á húsagang, og kravið móti stevndu stjórunum, nevndarlimunum og grannskoðarunum í gamla Eik í Danmark er 250 milliónir. Rættarmálið, sum ikki er sett á dagsskránna hjá rættinum enn, er vaksið nógv í vavi, og fer væntandi at fevna um meira enn 100 rættarfundir. Og rættarmálið verður roynt, hóast eingi útlit eru fyri, at tey stevndu kunnu rinda tær mongu milliónirnar. Fíggjarligt Støðufesti hevur noktað at upplýst, hvussu nógvar tímar teirra advokatar hava brúkt, men advokatarnir hjá mótpartinum halda, at talan er um mangar túsund arbeiðstímar. Hvussu er og ikki, Ritzau skrivar, at Fíggjarligt Støðufesti hevur skapt risastóran eftirspurning í advokatgeiranum við sínum fyrireikingum til stóru rættarmálini. Til og við 2014 hevur statsliga fyritøkan 148 milliónir krónur í advokatrokningum. Fyrsti dómurin varð kunngjørdur í oktober í fjør, og Fíggjarligt Støðufesti fekk bara lutvíst viðhald. Kortini hevur Henrik Bjerre Nielsen, stjóri sagt, at stóru rokningarnar frá mongu advokatunum verða rindaðar. At fáa rættarmálini viðgjørd hevur eisini virði í sjálvum sær, tí tað kann vera við til at bankaleiðslur verða meira ansnar, segði stjórin í Fíggjarligum Støðufesti í heyst. Tey, sum vit hoyra í sendingini, eru Jógvan á Dul, Mortan Johannesen, Kolbrún í Haraldsstovu, Birgar Johannessen, Rasmus Rasmussen vanliga nevndur Rasmus Klipp , Maria Finnbogadóttir Arge, Hildibjørt Slættalíð, Heini Restorff, Asta Jcobsen, sum hevur kioskina á Vaglinum, og Jørleif Kúrberg. Týski varakanslarin, sosialdemokraturin Sigmar Gabriel, sigur, at ríkmaðurin Donald Trump, sum roynir at gerast forsetavalevni hjá republikanarunum í USA, hóttir friðin og búskaparliga vælferð. Í samrøðu við dagblaðið Welt am Sonntag samanber Sigmar Gabirel Donald Trump við víðgongdar høgravendar politikarar, sum til dømis Marine Le Penn í Fraklandi og Geert Wilders í Hollandi. Varakanslarin, Sigmar Gabriel, sigur, at Donald Trump vendir sær til bólkar, sum kenna seg ørkymlaðar av altjóðagerðini, og lovar teimum at venda aftur til ein vardan ævintýrheim. Sama um talan er um Donald Trump, Marine Le Penn ella Gert Wilders, so eru hesi høgravendu fólk ikki bara ein hóttan fyri friðin, men eisini búskaparligu gongdina, sigur Sigmar Gabriel. Varakanslarin, sosialdemokraturin Sigmar Gabriel, hevur verið formaður í týska javnaðarflokkinum síðani 2009. Hann er eisini fíggjarmálaráðharri. Tey lova viðhaldsfólkum sínum at venda aftur til ein ævintýrheim, har búskaparliga lívið er avmarkað til at vera innan fyri egin landamørk, sigur Sigmar Gabriel í samrøðuni við Welt am Sonntag. Tríggjar dómsnevndir við sjey fólkum tilnevna tónleikin í flokkunum popp rokk, folk, country og blues og opin flokkur, sum fevnir um eitt nú klassiskan tónleik, jazz og kór. Serstakar dómsnevndir eru settar at tilnevna og kjósa ársins videolag, ársins húsa og ársins tekst. FMA Arbeiðsbólkurin tilnevnir og velur ársins nýggja navn og ársins framleiðara. Tey lata velja eisini ársins átak og ársins tónleikaheiður. Ársins livebólkur er ein áhoyraravirðisløn burturav, har tað ber til at atkvøða við sms. Ársins kvinnuligi ella mannligi sangari Annika Hoydal Árni Jóhannesson Hallur Joensen Hanus G. Johansen Sofus Hansen Ársins bólkur einstaklingur Annika Hoydal Froðbiar Sóknar Bluesorkestur Hallur Joensen Hanus G. og Cantabile Punjab Ársins útgáva Endurljós Annika Hoydal Heitur kossur Hanus G. og Cantabile If the Ocean was Wine Froðbiar Sóknar Blues Orkestur Lívið er ein lítil løta Hallur Joensen The Flying Elephant Punjab Ársins sangur Hairy Woman Punjab Hanus G. og Cantabile Saknur Kári Kálvalíð Hallur Joensen Lívið er ein lítil løta Hallur Joensen Run to You Punjab Ársins sangari einleikari Jensina Olsen Michala Petri Ólavur Jakobsen Ársins bólkur kór Alda Magna Føroya Symfoniorkestur Tórshavnar Kamarkór Ársins útgáva ella konsert Danish og Faroese Recorder Conchertos Michala Petri og Aalborg Symphony Orchestra Kvøldtankar Tórshavnar kamarkór Kvonn Einglarót Ársins kompositión Forever Gone hjá Óla Jógvansson, sum Ólavur Jakobsen framførdi á Nýggjárskonsertini 2015 Territorial Songs hjá Sunleifi Rasmussen, sum Michala Petri og Aalborg Symphony Orchestra spældu Voyage hjá Óla Jógvansson, sum Gunnar G. Guttesen og Brandenburgische Staatsorchester spældu Tilnevningar í Popp rokk Ársins sangari Benjamin Jógvan Joensen. Ársins framleiðari Tróndur Bogason Bunkarin Kaj Johannesen Jákup Zachariassen Jens L. Thomsen Ársins nýggja navn Alvi Joensen Elinborg Hamradun Hulda Punjab Jógvan Joensen Mahanna Kátir Kallar Ragnar Finsson Aftrat hasum tilnevningunum verða eisini hesar virðislønirnar latnar Ársins live bólkur einstaklingur Ársins átak Ársins tónleikaheiður Ársins húsi Ársins tekstur Hvørki Løgtingið ella landsstýrið vóru spurd eftir ella kunnað áðrenn avgerðina fríggjadagin um at senda hermenn og flogfør í kríggj í Sýria og í Irak. Í øllum politiskum flokkum er misnøgd við, at Føroyar ikki vóru kunnaðar ella partur av donsku avgerðini, áðrenn støða var tikin til at senda hermenn í kríggj í Sýria og Irak. Landsstýrið fer at hava fund um málið, áðrenn landsstýrið vendir sær til donsku stjórnina fyri at fáa at vita, hví Føroyar ikki vóru eftirspurdar, áðrenn danskir myndugleikar avgjørdu, at Danmark skuldi senda hermenn til Sýria og Irak. Arbeiðið upp á Eysturoyartunnilin er byrjað við vegagerð til tunnilsmunnan norðanfyri Hvítanes. Men øll eru ikki so fegin um staðsetingina. Í dag fyllir Durita Pedersen 40 ár. Men hetta er eingin vanligur føðingardagur. Durita er rørslutarnað, og í dag flytur hon inn í egin hús, sum hon hevur spart saman til, hóast hon bara fær fyritíðarpensjón. Eivør er fremst við fimm tilnevningum, nú tað er greitt, hvørji eru í uppskoti til ársins FMA tónleikaheiðurslønir, sum verða handaðar í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið. Sjúrður Olsen, formaður í vinnunevndini í Tórshavnar kommunu, sigur, at nakrir fyrispurningar vóru, men tá avtornaði kom bara eitt tilboð um at leiga húsið. Sjóvinnuhúsið skal leigast ella seljast í einum, og leigumálið kann vara í 30 ár sambært lýsingini. Gólvvíddin er til samans 7.000 fermetrar í fimm hæddum. Tað hevur ljóðað, at Smyril Line hevur áhuga í at nýta Sjóvinnuhúsið sum gistingarhús, men stjórin í felagnum vil ikki siga, um Smyril Line hevur boðið upp á Sjóvinnuhúsið. Í viðmerkingum til uppskotið verður sagt, at endamálið við lógarbroytingini er at stuðla undir at umleggja orkunýtslu til upphiting og ferðslu á landi frá olju til el. Politiska málið er, at í minsta lagi helvtin av øllum sethúsum og bygningum næstu 10 árini skulu hitast við grønari orku, og allir almennir nýbygningar skulu hitast við grønari orku. Tað eru umleið 18.000 oljufýr í Føroyum. Æltanin er, at umleið 900 húski skulu leggja um til grøna orku hvørt ár næstu 10 árini. Umleið 93 prosent av føroysku orkunýtsluni stava frá olju. Jógvan á Lakjuni í Fólkaflokkinum vil hava lógina um Kringvarpið endurskoðaða. Hann vil hava Løgtingið at heita á landsstýrið um at seta nevnd við umboðum úr allari tí politisku skipanini at endurskoða og eftirmeta kringvarpslógina. Tað er serliga við atliti at tveimum sjálvstøðugum tíðindadeildum ein fyri útvarp og ein fyri sjónvarp og at herða við krøvini um sakliga og óhefta upplýsing og eitt fjøltáttað tilboð. Sjónvarpið og útvarpið vórðu løgd saman fyri 11 árum síðan. Tað var Jógvan á Lakjuni, sum tá var landsstýrismaður í mentamálum, ið stóð fyri samanleggingini. Altjóða kvinnudagur er í dag, 8. mars. Dagurin verður hildin um alt landið. Í Fuglafirði hava tey avgjørt at halda dagin á ein serligan hátt. Tey vilja nýta altjóða kvinnudagin at hyggja at støðuni hjá kvinnum í Føroyum. Fáa tær loyvi at virka fult í ymsu kvinnuleiklutunum í dagsins samfelag Men hvørji eru tey tilnevndu, hvat eyðkendi føroyska tónleikapallin í fjør, og er okkurt óvæntað navn at síggja millum tey tilnevndu Talið á harðskapsmálum higartil í ár kundi bent á, at harðskapur í náttarlívinum er ein vaksandi trupulleiki, men hinvegin talan er ikki um alarmerandi tøl, sigur Andras Marr Poulsen. Hann vísir á, at politiið seinastu tíðina serliga hevur lagt merki til, at fleiri knívar eru at síggja um næturnar, tá fólk fara í býin. Tá fólk brúka okkurt amboð til at fremja harðskap við, er talan um grovan harðskap, og tíverri síggja vit oftari enn fyrr, at knívar verða brúktir sum amboð, sigur Andras Marr Poulsen. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur lagt uppskot fyri tingið um at broyta grindalógina. Fráboðanarskyldan hevur tó ikki verið revsiverd frá 1986, til nýggja lógin varð samtykt á sumri í 2015. Hóast ferðavinnan hevur funnist at fráboðanarskylduni, tað er, at øll hava skyldu at boða frá grind, so heldur Fiskimálaráðið, at tað er neyðugt at halda fast við eina fráboðanarskyldu. Fiskimálaráðið heldur, at vantandi skylda, at boða frá grind, kann hava við sær, at ov seint verður boðað frá grind, ella als ikki. Tað kann elva til óskipaðan rakstur og óskipað grindadráp. Verður málið sett av kallkynsnormum, ella er talan um hysteri frá kvennkyninum, tá tað setur orð á, hvussu hesin munurin merkist Ja, siga summi, nei, tað er nakað tvætl, siga onnur. Hetta evnið í sendingini hesaferð. Vit fara eisini í útvarpssavnið, har vit viðgera gamlar tíðindatekstir saman við tíðindafólkum, og Petur Øster fær seinasta orðið í sendingini. Fyri átta árum síðan, tá Marianna fyrstu ferð varð við barn, fekk hon at vita, at hon og maðurin bera eina sjáldsamar sjúku. Sjúkan hevur við sær, at útlitini fyri, at tey fáa eitt barn, ið ikki kann liva uttan fyri móðurlív, eru heili 25 prosent. Í Vegamótinum fortelur hon, hvussu tær báðar upplivingarnar hava verið, og hvussu tær hava ávirkað gerandisdagin og hana sum persón. Føroyar skulu hava eina nýggja tilbúgving fyri rúsevni. Tað heldur Miðflokkurin, sum hevur lagt uppskot fyri tingið um at heita á landsstýrið at gera eina rúsevnatilbúgvingarlóg. Miðflokkurin vil hava, at øll skip, sum hava verið í útlendskari havn og leggja at bryggju í Føroyum ella kasta akker í føroyskum sjógvi, og øll flogfør, sum seta seg í Føroyum, verða kannað við rúsevnishundum og aðrari útgerð. Tað eigur at verða gjørt fyri at steðga innflutningi av hassji og øðrum ólógligum rúsevnum, heldur flokkurin, sum eisini skjýtur upp at hækka játtanina til rúsevnatilbúgving 1,1 millión krónur. Nú skal kannast, um munur er á heilavirkseminum hjá sjey átta ára gomlum børnum í dag og børnum í sama aldri fyri 10 og 20 árum síðan. Tá varð staðfest, at evnini í dálkaðum grindahvali høvdu ringa ávirkan. 13 tónleikaframførslur og 21 tónlistaheiðurslønir eru á skránni hjá FMA, leygarkvøldið 12. mars klokkan 20 í Norðurlandahúsinum. Tiltakið verður sent beinleiðis bæði í sjónvarpi og útvarpi hjá KvF. Near the Lighthouse er bloggur á netinum hjá Alex Mazurov og Anastasia Glebova, sum í dag eru hjún. Á blogginum verður greitt frá teirra ferðing og kærleika. Fyri stuttum kom myndafrásøgn úr Føroyum. Í tekstinum verður sagt, at tey á síni fyrstu ferð í Føroyum vórðu trúlovað, og síðan vildu tey koma aftur og giftast. Og tað skuldi gerast umborð á Norðlýsinum. Endamálið við uppskotinum er at fáa fyritøkur at seta fleiri lærlingar. Sambandsflokkurin sigur, at hóast tilgongdin av lærlingum er vaksin síðani fíggjarkreppuna, átti hon at verið størri. Tað vísir seg, at tá tilgongdin av lærlingum minkar í ringum tíðum, veksur hon ikki so nógv aftur, tá tíðirnar batna, og virksemið er størri. Sambandsflokkurin vísir á, at teknisku skúlarnir og yrkisskúlarnirkring landið verða bygdir út, og samstundis hava bæði landið, kommunur og privata vinnan stórt byggivirksemi. Men bøttar umstøður í teknisku skúlunum og yrkisskúlunum og økta virksemið í landinum eru eftir øllum at døma ikki nóg mikið at fáa fleiri lærlingar, og tí er neyðugt við øðrum politiskum átøkum, heldur Sambandsflokkurin. Sum er endurrindar landið 75 prosent av lærlingalønini, og á fíggjarlógini í ár verður roknað, at endurgjaldið fer at kosta 14 milliónir krónur Tá er lærlingatalið umleið 300 um árið. Eftir uppskotinum hjá Sambandsflokkinum skal landið endurrinda 100 prosent fyri lærusáttmálar, sum verða gjørdir frá 1. apríl í ár til nýggjársaftan í 2020. Nývalda forkvinnan í Umboðsráðnum hjá tryggingini sigur seg ikki kunna forða fyri, at ein nýggj nevnd í Ognarfelag Tryggingartakaranna aftur kemur í ta støðu, at hon skal velja sín formann við lutakasti. Eg ætli mær at arbeiða fyri góðum samstarvi og fáa partarnar at draga eina línu, sigur Tóra við Keldu. Í gjár fór partabrævið hjá Atlantic Petroleum brádliga at fáa áhuga millum íleggjarar á keypsskálunum í Keypmannahavn og í Oslo. Stutt eftir, at keypsskálin í Oslo lat upp vaks Atlantic Petroleum við 295 prosentum í virði. Tí vildi keypsskálin í Oslo hava at vita um nakað serligt var á vási. Vøksturin var so ógvusligur í morgun, at leiðslan á Oslo Børs steðgaði keypi og sølu av føroyska partabrævinum, meðan kannað varð, um nakað óvanligt er. Nakað seinni slepti keypsskálin í Oslo aftur leystum partabrævinum til keyp og sølu. Ben Arbabo, stjóri í Atlantic Petroleum, hevur onga frágreiðing fyri stóra áhugan. Eg veit ikki, hvør orsøkin er. Seinasta børfráboðan okkara var 1. mars, og tá boðaðu vit frá, at ársroknskapurin er útsettur eina viku, til 30. mars. Og tað fær onga sølu at vaksa, sigur Ben Arabo. Tað skal gerast so foreldur, ið hava rætt til minni enn 50.000 krónur úr skipanini, í staðin fáa útgjaldið í einum, í sambandi við barnsburð. Miðflokkurin sigur, at hjá teimum, sum ikki eru á arbeiðsmarknaðinum, ella hava havt lága arbeiðsinntøku, er skipanin ikki nøktandi, tí lítil ella eingin hjálp er at fáa í Barsilsskipanini. Tað er spurningurin, eftir at Gaming ella tað at spæla telduspøl nú flutt úr dreingjakamarinum og inn í fólkaskúlan. Nýggja skúlasamstarvið e Nám millum skúlan við Streymin og Fuglarfjarðar og Stranda skúla fer nevniliga at bjóða næmingunum í 10. flokki eina e sport og gaming breyt. Er tað skúlaskapur at landið skal gjalda fyri skúlaskap, ið umfatar telduspøl Jú, tað kann vera partur av tí fjølbroyttum tilboði, ið skal vera til næmingarnar í 10. flokki, heldur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentanarmálum. Fyrsta dagin fer málið um at broyta hjúnabandslógina til 2. viðgerð. Málið hevur verið nógv frammi í almenna kjakinum, men enn er ógreitt, um meiriluti er fyri tí í Løgtinginum. Vit kunnu ikki bíða í trý ár, til ein nýggj deild stendur liðug. Leiðslan á Landssjúkrahúsinum skal loysa hendan trupulleikan, og politiska skipanin skal játta pengar, so tey vantandi seingjarplássini kunnu finnast. Tað kann gerast neyðugt at forða sjúkrarøktarfrøðingunum at arbeiða á medisinsku deild, um arbeiðsumstøðurnar ikki batna, sigur Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, hevur ongar viðmerkingar í løtuni til tað, sum forkvinnan hjá sjúkrarøktarfrøðingunum førir fram. Hósdagin fer Sirið Stenberg at vitja deildirnar B6 og B7 fyri at kunna seg um viðurskiftini og hoyra sjónarmiðini hjá teimum, sum arbeiða har. Í Íslandi verður ein kirkja smíðað, sum skal setast upp á víkinga garðinum í Kvívík. Arbeiðið byrjaði í heyst og verður liðugt næsta mánað, tá hon verður tikin sundur aftur og flutt til Føroya. Farið er grava út fyri víkingagarðinum omanfyri Kvívík, og í summar er ætlanin at byrja arbeiðið at laða langhúsið. Ein partur av húsunum innan verður av træi, ið eins og kirkjan skal gerast klárt í Íslandi, sigur Poul Hansen, advokatur. Tað var ikki fyrr enn beatlarnir hittu George Martin í 1962, at verulig gongd kom á geva plátur út. Eisini hann ivaðist, um nøkur framtíð var í The Beatles. Avgerðin vísti seg at verða røtt, og George Martin verður í søgubókunum nevndur sum kanska týdningarmesti tónleikaframleiðari yvirhøvur. Seinasta lagið, George Martin framleiddi, og sum fekk eitt fyrsta pláss, var Goodbye Englands Rose, sum Elton John skrivaði og framførdi, tá Diana prinsessa fór til gravar. Anne Mette Greve Klemensen, prestur, skrivar og lesur. Lestrarnir eru lisnir inn í Vesturkirkjuni í februar 2016. Havnakórið syngur undir leiðslu av Leif Hansen, sum sat við urguna. Finnur Hansen tók upp og setti saman. Anne Mette Greve Klemensen, prestur, skrivar og lesur. Lestrarnir eru lisnir inn í Vesturkirkjuni í februar 2016. Havnakórið syngur undir leiðslu av Leif Hansen, sum sat við urguna. Finnur Hansen tók upp og setti saman. Anne Mette Greve Klemensen, prestur, skrivar og lesur. Lestrarnir eru lisnir inn í Vesturkirkjuni í februar 2016. Havnakórið syngur undir leiðslu av Leif Hansen, sum sat við urguna. Finnur Hansen tók upp og setti saman. Oddbjørg Balle, leiðari á Barnaverndarstovuni, veit ikki, hví fleiri mál eru í ár. Tað er tó ikki óvanligt, at málini gerast fleiri sum frá líður. Royndir aðrastaðni vísa, at talið av málum veksur fyrstu árini eftir, at barnahús hava latið upp, sigur Oddbjørg Balle, leiðari á Barnaverndarstovuni. Barnahúsið arbeiðir við málum um kynsligan ágang ella annan harðskap móti børnum og ungum. Børn, ung og familjur koma í Barnahúsið eftir áheitan frá barnaverndartænastunum kring landið. Barnahúsið læt upp í Havn 1. januar 2014 og er í hølum, sum eru serliga innrættað til endamálið. Málbólkurin er børn og ung upp í 17 ár og familjur teirra. Í Barnahúsinum fáa børn og ung og avvarðandi sálarfrøðiliga kreppuhjálp og viðgerð. Mett verður um tørvin á læknakanningum, og løgreglan avhoyrir við videoútgerð. Nú Spæl Føroyskt vika er í útvarpinum, fara vit at hoyra føroyskan jazztónleik í sendingini hesa ferð. Vit hoyra løg við Hans Peturi í Brekkunum, Brandi Jacobsen, Tjant og Brekku Brothers. Lagt til rættis Arnold Ludvig. Umframt, at Miðlavarpið skal gjalda 329.560 krónur, skal Miðlavarpið eisini rinda R2 Neti 28.400 krónur í sakarmálskostnaði og rentur. Málið snýr seg um ósemju millum Miðlahúsið og R2 Net, sum er íkomin, tí Miðlavarpið, ið er felagið, sum rak Rás 2, ikki rindaði avtalaða leigu fyri sendinetið. Tá leigan ikki varð goldin rættstundis, tók R2 Net sendinetið aftur frá Rás 2 og fór undir egið útvarpsvirksemi. Tað, sum vit í dag kenna sum R7. Sangirnir hava øst og argað. Onkur teirra er bannaður í útvarpinum, onkran hava konsertfyriskiparar bannað, og ein triði spældur eina hálva ferð í útvarpinum, áðrenn ein teknikari steðgaði sanginum, sum aldrin er spældur í útvarpinum síðani. Í sendingini Fúlt og frekt føroyskt verða hesir sangir spældir. Og so verður eisini tosað við tey, sum hava gjørt og spælt sangirnar. Annika Hoydal, Niels Uni Dam, Terji Rasmussen, Niels Arge Galán, Uni Árting, Mikael Blak, Tór Verland Johansen, Finnur Koba, Steen Rói Lorenzen og Rasmus Vigant Samuelsen greiða frá freku og fúlu sangunum, tey hava gjørt, sungið og spælt. Skipanin hevur verið virkin í seks vikur. Børnini vitja Heimið við Vágna hvønn týsdag. Vit skiftu orð við Sigrun Vágstún, barnaansingarsamskipara, Jóhann L tzen, formann í trivnaðarnevndini og Rannvá Biskopstø, sum er hjálparfólk í Mynuhúsinum. Matarstaðið No12 í Havn hátíðarhelt kvinnudagin við at almannakunngera eina heilt serliga videolýsing, sum var at síggja á Facebook. Í lýsingini, sum er beint yvir hálvan minutt til longdar, síggja vit fleiri kvinnur sita í eini røð við eitt borð og eta, og samstundist geva tær allar børnunum bróst. Lýsingin bleiv løgd út á netið fyrrapartin í gjár og er longu sædd av meir enn 18.000 fólkum. Og so so skortar ikki við positivum viðmerkingum og tumlum uppeftir fyri hesa lýsingina. Vit hava ikki sæð eina føroyska lýsing fyrr, sum er so greið í sínum virðispolitiska útspæli. Sum heild er virðispolitikkur í føroyskum lýsingum ikki vanligur, so henda lýsingin er rættiliga slóðbrótandi, sigur Niels Uni Dam. Men kann ikki hugsast, at ein fyritøka, sum lýsir sín hugburð upp á ein so greiðan máta, sum No12 ger, stoytir og kanska missir kundar við at brúka eina slíka lýsing Mann tekur altíð ein kjans, tá mann blandar seg upp í okkurt virðispolitiskt sum til dømis bróstageving í almenna rúminum, men í hesum føri kunnu tey flestu í Føroyum taka undir við boðskapinum í lýsingini. Undirtøkan fyri lýsingini hevði ivaleyst verið øðrvísi í til dømis Amerika, sigur Niels Uni Dam, sum samstundis vísir á, at slíkar lýsingar ivaleyst fara at vera oftari at síggja í Føroyum. Lýsingameldurin er so nógv størri í dag, enn hann var fyrr, og tí mugu fyritøkur gera okkurt serligt fyri at blíva sæddar, so eg rokni við, at vit fara at síggja fleiri virðispolitiskar lýsingar næstu árini, sigur Niels Uni Dam. Men Landsverk mælir staðiliga frá hesari loysn, tí hon fer at skerja møguleikarnar at nýta havnalagið á Gomlurætt í framtíðini. Eitt havnalag, sum í síni tíð endaði við at kosta landinum hundraðtals milliónir krónur. Arbeiðið at fyrireika Sandoyartunnilin er nú komið somikið langt, at tunnilsfelagið hevur biðið Landsverk um loyvi at gera Sandoyartunnilin, sum eftir teirra ætlan skal fara niður í Gomlurætt og koma uppaftur í Traðardali heima á Sandi. Tunnilsfelagið er sum heild samt við Landsverk um linjuføringina men ein grundleggjandi munur er. Tunnilsfelagið hevur flutt munnan frá vegabuginum omanfyri Gomlurætt oman í sjálvt havnarlagið. Tað fer at skerja møguleikarnar at nýta havnalagið á Gomlurætt til onnur endamál, og tí mælir Landsverk staðiliga frá at leggja tunnilsmunnan í sjálvum havnarlagnum í Gomlurætt. At sonevnd hárnálasving verða á eini høvuðsfarleið, kann gerast ein bági fyri ferðslutrygdina, og so fer havnin á Gomlurætt ikki at kunna nýtast eftir at tunnilin er tikin í nýtslu. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, hevur biðið stjóran á Landssjúkrahúsinum og stjóran á Suðuroyar Sjúkrahúsi um fund, eftir at landslæknin kom við einum tilmæli um, at tað fakliga ikki er besta loysnin at eiga á Suðuroyðar Sjúkrahúsi. Hoyr samrøðuna við Ásu Hentze í Trongisvági, ið er ein av stigtakarunum til felagið, ið skal arbeiða fyri at varðveita sjúkrahúsið á Tvøroyri. Løgreglan fór við tyrlu í Mykines sunnudagin, tí fólk í bygdini kendu seg hótt av einum manni. Maðurin varð handtikin, og í morgin fer rætturin at taka støðu til, um maðurin skal varðhaldsfongslast ella latast leysur. Hoyr samrøðuna við Jón Klein Olsen, varapolitiinspektør. Uppskotið, ið snýr seg um at heimila landstýrismanninum at selja part av kvotuni í Barentshavinum og part av uppsjóvarkvotunum á uppboðssølu, er framvegis í Vinnunevndini. Einki álit kemur hesa vikuna um uppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni í fiskivinnumálum. Málið hevur ligið í Vinnunevndini síðan hálvan desember. Nevndin fekk longda freist til 29. februar at koma við einum áliti, men álitið er framvegis ikki komið. Nevndin bað umsitingina í Løgtinginum um at skriva eitt løgfrøðiligt upprit, um hvørt tað er loyvt at selja fisk á uppboði í 2018. Bjarni Hammer, formaður í Vinnunevndini, sigur, at hann hevur fingið at vita, at nevndin fær uppritið í dag. Men onki álit verður lagt fram hesa vikuna, sigur Bjarni Hammer. Hann væntar, at álit verður lagt fram næstu viku. Sambært løgfrøðingum á tveimum advokatskrivstovum í Havn, ið hava skrivað Reiðarafelagnum upprit, kann ein slík uppboðssøla, sum landsstýrið ætlar at skipa fyri, enda við, at landsstýrið verður stevnt eftir endurgjaldi fyri mist fiskirættindi, sum reiðarar siga seg eiga til 1. januar 2018. Bara ein áhugaður leigari er til Sjóvinnuhúsið á Vestaru bryggju í Havn, sum Tórshavnar kommuna annaðhvørt fer at leiga út ella selja. Hóast tað bara var ein áhugaður leigari tá avtornaði, so fekk kommunan nógvar fyrispurningar frá møguligum leigarum, sigur borgarstjórin. 3 sending av 4. um skaldið Janus Djurhuus. Árini 1922 1938 tá Janus Djurhuus er komin heimaftur til Føroya. Í hesi sendingini verður sagt frá samanbrestinum millum Janus Djurhuus og danska sakføraran Helge Simons í teimum ringu tíðunum seint í tjúgunum. Janus verður dømdur og fer til Danmarkar. Í tríatiárunum vitjar hann belgiska kleystrið Averbode og fer eina miðalhavsferð. Sagt verður eisini frá vinfólkum Janusar millum annað Jógvani Zachariasen, Mariu Mikkelsen og Jørgen Frantz Jacobsen. Lagt til rættis Hanus Andreassen. Evropa megnar ikki at taka ímóti øllum sum banka á dyrnar. Tí mugu vit gera sum Kanada, Avstralia og USA, ið hava strangar reglur á økinum. Hetta kann tykjast kyniskt, men tað verður helst neyðugt, sigur Uffe Østergaard, søgufrøðingur og granskari, sum er ørkymlaður av flóttafólkastreyminum til Evropa. Í flóttafólkaleguni, Idomeni, við makedónska markið eru fleiri túsund flóttafólk. Nógv teirra hava stórar sálarligar løstir. Millum annað skúlagentur sum hava mist vinkonur í bumbuálopi á skúlan, og tilkomnir menn, sum noyddust at flýggja, tá IS kom inn í bygdina, savnaði menninar saman, skeyt teir og tveitti teir í eina hópgrøv. Tað sigur danski tíðindamaðurin, Claus Blok Thomsen, sum hevur vitjað flóttafólkaleguna. Trupulleikin við fyritíðarpensjónum hjá føroyingum, sum ætla at flyta til Danmarkar ella Grønlands, má loysast alt fyri eitt. Vit kunnu ikki bíða eftir arbeiðsbólkinum, sum arbeiðir við málinum. Tí hann verður neyvan liðugur í bræði. Tað halda tingkvinnurnar Sonja Jógvansdóttur og Annika Olsen, sum hava lagt hvør sítt uppskot fyri løgtingið um at finna eina skjóta loysn á pensjónstrupulleikanum. Hann stendur har sum ein skansi, nýggi SEV bygningurin í Húsahaga, sum er partur av vindmyllulundini. Í myrkri er bygningurin innbjóðandi og litfagur á at líta, og um dagin flottur og ráur við tí eyðkenda reyða og gula litinum, kryddað við berum og ísakøldum stáli. Vit vitjaðu í Húsahaga ein kavaklæddan vetrardag, har Finn Jacobsen, deildarstjóri hjá SEV, sigur okkum um endamálið við bygninginum, Árni Winther, arkitektur, greiður frá um hugsaninar handan bygningin, meðan Albert Isfeld, arkitektur, fer at umrøða og ummæla. Føroyskur teknirøð r eru ikki gerandiskostur, men tær koma fyri, og í samrøðuni við Mark Jimanez verður tosað um fyribrigdið, eins og greitt verður frá teknirøðini sum hugtaki. Listamaðurin Martin Joensen hevur í hesum døgum listaframsýning á Gamla Seglhúsinum í Klaksvík, har vit hava hitt listamannin, sum á hesari framsýningini hevur fleiri maritimar málningar á vegginum. Spæl føroyskt vikan í útvarpi Kringvarpi Føroya merkist eisini á Mentanarcaf ini, her vit fara at tosa um góða tekstin og góðu yrkingina, tá talan er um føroyskan nútíðartónleik. Hvussu skrivar tú eitt hitt á føroyskum Og hvønn týdning hevur málburður og málsligi búnin Nicolina av Kamarinum og Steintór Rasmussen siga sína hugsan. Mentanarcaf in kann hoyrast her Roknað hevur verið við, at broytingarnar fóru at verða lagdar fyri Løgtingið til aðru viðgerð hesa vikuna, men lítið røkist fyri tí. Tí krevst, at báðar nevndirnar, sum hava broytingarnar til viðgerðar, eru lidnar við síni álit. Trivnaðarnevdi hevur skrivað sítt álit, men rættarnevndin er ikki klár. Kristin Michelsen úr Javnaðarflokkin, ið er formaður í rættarnevndini, sigur, at tað framvegis er óvissa um teir spurningar, sum Rættarnevndin viðgerð. Tí verður tað neyvan fyrr enn í næstu viku, at Rættarnevndin er klár við sínum áliti, sigur Kristin Michelsen, formaður í rættarnevndini. Spurnarumfar, sum Dagur og vika gjørdi týskvøldið, vísti, at tað er óvist, um meiriluti er fyri at broyta hjúnarbandslógina so samkynd kunnu giftast borgarligt. Í løtuni eru 14 tingfólk fyri og 12 ímóti, meðan 7 ivast. Meðan øll tingfólk í bæði Tjóðveldi og Framsókn er fyri, so eru fleiri tingfólk í Javnaðarflokkinum, sum ivast. Tey eru Heðin Mortensen, Jónleif Johannesen og Kristin Michelsen, sum annars atkvøddi fyri, seinast málið varð viðgjørt í tinginum. Millum tey í andstøðuni, sum ivast, eru Annika Olsen í Fólkaflokkinum, og Edmund Joensen, Magni Laksafoss og Bárður á Steig Nielsen í Sambandsflokkinum. Theodor Thomassen í Sørvági, ið var tann elsti føroyingurin, er deyður. Theodor Thomassen fylti 107 ár 28. oktober í fjør, tá hann bleiv 107 ár. Hann hevði handil í Sørvági og róði út einsamallur, til hann var gott 95 ára gamal. Í 1930 giftist Theodor Thomassen Nenceu Hansen, ið eisini var ættað úr Sørvági. Tey bæði bygdu sær hús og saman fingu tey 10 børn. Hann gjørdist einkjumaður í 1987. Í januar í ár fór heilsan at bila, og Theodor Thomasen sovnaði stillisliga burtur mikukvøldið. Við børnum og barnabørnum vóru eftirkomararnir hjá Theodori Thomassen 142 í tali, tá hann í oktober í fjør fylti 107 ár. Mikið kjak stóðst av, at revsingin fyri ikki at boða frá grind varð herd við bót í fjør í sambandi við, at Sea Shepherd skipaði fyri umfatandi átaki móti grindadrápi her á landi. Tað var serliga ferðavinnan, ið talaði harðast at, tí bæði fráboðanarskyldan og herda revsingin stygdu ferðafólk burtur. Hetta heldur ferðavinnan enn fast um. Í hoyringssvari til lógarbroytingina, skrivar Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, at tað er sera óheppið fyri ferðavinnuna, at ferðafólk eisini eru umfatað av fráboðanarskylduni. Hetta ger, at ferðafólk verða noydd um tey ynskja tað ella ikki at taka støðu til grindadráp. Og tað hevur neiliga ávirkan á ferðavinnuna. Vit meta ikki, at avtøka av revsingini er nóg mikið til at broyta hetta, skrivar Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, í sínum viðmerkingum. Eitt nú er talið av ferðafólkaskipum minkað niður í helvt í ár, tí fleiri ferðafólkaskip avgera ikki at koma til Føroyar orsakað av núverandi lóggávu á økinum. Hóast revsingin fyri ikki at boða frá grind nú skal strikast, so metir Fiskimálaráðið ikki, at tað er rætt at strika fráboðanarskylduna. Fráboðanarskyldan er bæði skilhaldsregla og skylda, sum tryggjar, at grindadrápið verður skipað á besta hátt, sambært Fiskimálaráðnum. Verður grind fráboðað ov seint ella als ikki, kann hetta elva til óskipaðan rakstur og grindadráp, sum ger, at hvalirnir líða óneyðugt, stendur í uppskotinum. Fleiri túsund fólk vóru í gøtunum í Paris ígjár og mæltu uppskotinum. Fakfeløg í øllum landinum hava boðað frá aðalverkfalli, og tað fer at leggja stórar partar av ferðsluni í Paris lamnar. Franski forsætisráðharrin, Manuel Valls, er komin í ónáði hjá fakfeløgunum og hjá nógvum lesandi í Fraklandi, sum eru í øðini um ætlaninar at gera arbeiðsmarknaðarreglurnar einfaldari. Manuel Valls skal heldur ikki vænta at fáa stuðul í sínum egna flokki, sosialistaflokkinum, har uppskotið er illa sæð, skriva miðlar. Sosialistiska stjórnin í Fraklandi vil við broytingunum liberalisera franska arbeiðsmarknaðin, sum er kendur fyri at verða sera stirvin. Stjórnin skjýtur upp at gera reglurnar linari fyri, nær fyritøkur kunnu reka fólk til hús, og at loyvt verður at longja arbeiðsvikuna meira enn teir 35 tímarnar, sum hon er nú. Ynskið er eisini, at fyritøkurnar skulu hava størri møguleika at skerja arbeiðstíðina og í lønini. Við hesum vónar stjórnin at eggja fyritøkum til at seta fleiri fólk í starv og sostatt minka um stóra arbeiðsloysið í Fraklandi. Kennir tú Blómurnar , Grísasúgvin , og Bilarnir koyra á vegnum eru sangir, sum Sólrún hevur skrivað, og sum vit kenna úr bókini Loppugras. Vit hava prátað við Sólrúna um hvussu tað er at skriva sangir til børn Hon er 19 ár, hálvur klaksvíkingur og íðkar kampítróttin jiu jitsu. Og tað dugir hon so mikið væl, at hon í næstu viku skal til Madrid at luttaka í heimsmeistarakappingini í jiu jitsu. Unga ítróttarkvinnan byrjaði at íðka kampítróttin jiu jitsu fyri 10 árum síðan, og frá fyrsta degi hevur gingist henni avbera væl. Í 2009 bleiv Rebekka Ziska Dahl fyrstu ferð danmarksmeistari, og síðani hevur hon eisini vera við í heimsmeistarakappingum bæði í 2013 og 2015. Í 2013 fekk hon gullheiðursmerki, og í 2015 bleiv tað til eina bronsumedalju. Eg haldi, at eg havi góðar møguleikar at vinna, og eg ivist ikki í, at tað verður ein góð og spennandi kapping hesaferð, sigur Rebekka Ziska Dahl. Í morgunsendignini fortaldi hon um ju jitsu, heimsmeistarakappingina og um, hvat krevst av henni og venjingini fyri at kunna luttaka í kappingum á so høgum stigi. Søgan hjá Kyndli byrjar í ungmannadeildini hjá Losjuni í Havn. Tankin um at stovna eitt ítróttarfelag í ungmannadeildini, ið legði dent á fráhald frá rúsdrekka, kyknaði av álvara fyrst í 1950 unum. Suni Merkistein skrivar í bókini Bjartur lýsir kyndilslogin um søguna hjá Kyndli, at líkt er til, at ein vitjan úr Íslandi á sumri í 1953 skundaði undir tankan um at seta á stovn eitt ítróttarfelag í Losjuni. Hetta árið komu 13 ungfólk úr losjuni Sóley í Reykjavík at vitja Losjuna í Havn. Tey flestu vóru íðkandi ítróttarfólk. Tann navnframasti spælarin var Karl Jóhannsson, sum spældi á íslendska hondbóltslandsliðnum. Íslendingar boðaðu frá, teir vildu fegin spæla ímóti føroyingum. Losjan útvegaði sær ein hondbólt og fekk nakrar av limunum at fara at venja. Jógvan Andras Joensen stjórnaði venjingunum. Tá íslendingarnir komu, hildu losjulimirnir seg kortini ikki til. Heitt varð so á Neistan um at spæla ímóti íslendingunum. Skjótt varð greitt, at íslendingar vóru stinnari, og teir vunnu 10 4. Eitt blað skrivaði, at íslendingar vístu, at í hondbólti snúði tað seg meira um at vera fimur og snarráðin enn sterkur. Kyndil stovnað Losjan stovnaði onki felag í 1953, men áhugin var kyknaður, tí spurningurin um at stovna nýtt hondbóltsfelag var javnan frammi eftir hesa vitjanina. Á fundi hetta kvøldið spurdi Jógvan Andras Joensen, um áhugi var fyri at stovna eitt hondbóltsfelag. Ætlanin var at skipa eitt manslið og eitt kvinnulið, ið skuldi vera við í kappingum hjá ÍSF. Ætlanin var mest at vera við og ikki endiliga at vinna so nógv, segði hann. Fundurin tók væl undir við hesum uppskotinum, og ein fyrireikingarnevnd varð sett. Tann 10. mars í 1956 var so aftur fundur í Losjuni. Formaðurin í ungmannadeildini, Jákup Lindenskov, beyð vælkomin. Hann helt, at navnið Kyndil, ið deildin hevði brúkt sum heiti á einum teigi í blaðnum Glaðustroki, kundi flytast yvir á felagið. Lagt varð nú fram uppskot um reglugerð fyri nýggja felagið, og tað varð samtykt. Í reglugerðini stóð, at navn felagsins var Kyndil, at heimstaður tess var Tórshavn, og at endamálið var at íðka ítrótt samsvarandi reglunum hjá ÍSF. Samtykt varð eisini, at búnin skuldi vera grønur. Á stovnandi aðalfundinum skrivaðu 37 fólk seg upp sum lim. Fyrsti formaðurin gjørdist Jógvan Andras Joensen. Næstformaður gjørdist Johannis Jacobsen, skrivari Viggo í Stórustovu og kassameistari Elsa Poulsen. Tiltaksfólk vóru Rannvá Hentze og Nikk Hansen. Fyrsti kappingardystur hjá Kyndli varð spældur 10. mai í 1956. Hann spældu kvinnurnar ímóti Neistanum. Úrslitið varð 1 1. Málið skeyt Alma Brend. Hon skeyt sostatt fyrsta málið í søgu felagsins. Menninir spældu sín fyrsta dyst 21. mai ímóti Neistanum. Hann endaði eisini 1 1. Vagnar Olsen skeyt málið. Fyrsta steypið vann Kyndil hetta árið í stevnudysti í Vestmanna ímóti VÍF. Dysturin var sera spennandi og endaði javnur 8 8. Umdystin vann Kyndil, og menn vóru ovurfegnir um fyrsta steyp felagsins. Vestmenningar hildu, at stimbur var í fráhaldsmonnum. Kyndil hevur síðan stovnanina staðið seg avbera væl í bestu mansdeildini. Felagið hevur vunnið 30 meistaraheitir og er mest vinnandi felagið í landinum. Eisini hevur felagið 6 ferðir vunnið kvinnudeildina, seinast í 2014. Kyndil hevur eisini oftast vunnið steypakappingina hjá monnun, tilsamans 17 ferðir. Bæði menn og kvinnur vunnu steypakappingina í 2014. Í yngru deildunum hevur Kyndil somuleiðis vunnið nógv meistaraheitir og nógvar steypakappingar. Dreingjadeildirnar hava mangan verið álitið, men gentudeildirnar hava meira enn so gjørt um seg og standa seg sera væl nú. Kyndil var felagið, sum gekk á odda longu í 1960 unum at fáa føroysk hondbóltslið at spæla í evropeiskum kappingum. Alt byrjaði við, at Jørleif Kúrberg í 1965 ringdi til Berlingske Tidende og bað um adressuna hjá altjóða hondbóltssambandinum, IHF. Hann vildi hava Kyndil í Evropa. Mangir leikir vóru í hesum talvi. Danska hondbóltssambandið setti seg ímóti ætlanini, tí Føroyar vóru ikki limir í IHF. ÍSF kom upp í málið, og í 1970 fingu Føroyar fyribils limaskap í IHF. Fyrsta Evropa Cup dystin spældi Kyndil so í 1972 ímóti IFK Helsingfors úr Finnlandi. Hann varð taptur 14 25. Longu í 1962 tók Kyndil stig til at sleppa í ítróttarhøll at spæla. Søkt varð um byggiloyvi, og farið varð undir at savna inn pening til verkætlanina. Inn komu 30.000 krónur, men í 1964 kom stígur í ætlanina. Fimm feløg, teirra millum Kyndil, tóku ætlanina uppaftur í 1966, og í 1970 kom høllin á Hálsi. Kyndil hevur eisini saman við Neistanum og Fleyr rikið Gundadalshøllina, sum kom í 1984. Í 1988 samtykti aðalfundurin í felagnum at slíta sambandið við Losjuna, tí tíðin var ein onnur. Kyndil gjørdist tá sjálvstøðugt hondbóltsfelag. Kortini stendur í viðtøkunum, sum seinast vórðu dagførdar í 2015, at verður felagið avtikið, fær Losjan ognirnar Leygardagin, 12. mars letur Ida Jacobsen upp eina málningaframsýning í Ribarhúsi. Ida hevur málað nógv tey seinastu árini. Hon býr á Ellis og røktarheiminum i Runavík, er ættað úr Fuglafirði og er áttati fýra ára gomul. Ida hevur altíð verið stak poetisk, skemtingarsom, dugir væl at siga frá og hugnalig at vera saman við. Hon hevur verið sjúk síðani 2008, fær ikki gingið, og kann bert brúka aðra hondina. Eivin Jacobsen á Strondum, hevur kært Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í Fíggjarmálum til Landsstýrismálanevndina hjá Løgtinginum. Eivin Jacobsen kærir millum annað framferðarháttin hjá Krisinu Háfoss í samband við brævið, Finansiel Stabilitet sendi Fíggjarmálaráðnum um skattamálið. Hann biður eisini landsstýrismálanevndina kanna, um Kristina Háfoss hevur ráðgivið ella arbeitt við málinum í borgarliga starvi sínum. Men talan er bara um ítróttarfólk, sum eru limir í Ítróttarsambandi Føroya, og tað er ein trupulleiki, heldur forkvinnan í dopingnevndini. Tað er ein samfelagsligur trupulleiki, tá mann hugsar um, hví mann kannar fólk fyri doping. Vit kanna okkara fólk fyri at tryggja, at tað ikki skal vera møguligt at svika í kappingum, men hugsar mann um heilsuna, so er tað ein trupulleiki, at tey, sum ikki eru limir í ÍSF ongantíð blíva kannað, sigur Annika Lindenskov. Sølvi Winther Olsen er lækni og situr eisini í føroysku dopingnevndini, sum til samans telur trý fólk. Hann er heldur eisini, at tað er ein trupulleiki, at bara ávísar ítróttargreinar fáa vitjan av dopingnevndini. Í roynd og veru eru tað motiónistar og fólk í venjingarmiðstøðunum, sum áttu at blivið kannað. Serliga hugsi eg um hesar ungu dreingirnar, sum eru nógv í venjingarmiðstøðum, og sum brádliga fara at vaksa seg óvanliga stórar. Tað eru júst tær typurnar, sum áttu at verið kannaðar. Men av tí at venjingarmiðstøðirnar ikki eru partur av ÍSF, so verður tann bólkurin av ítróttarfólkum ikki kannaður, sigur Sølvi Winther Olsen. Hanna Vang og Katrin Dahl Hanusson siga, at grundin til, at Røddin tekur júst javnrættindi upp til kjak, er, at evnið plagar at elva til lívligt kjak, tá tey ungu í Røddini hava redaktiónsfund. Felagsskapurin millum Danmark, Grønland og Føroyar stendur fyri avbjóðingum. Nógvir grønlendingar og føroyingar halda, at Danmark hevur framvegis ov stóra ávirkan á teirra samfeløg, og teir síggja onnur perspektiv. Veðurlagsbroytingar og globalisering lata upp fyri nýggjum handilsleiðum, olju, mineralum og ávirkan. Í fleiri hundrað ár hevði Danmark óavmarkað vald yvir Grønlandi og Føroyum men trongdin til sjálvræði hevur leingi skorað á. Í hesi røðini siga vit frá søguni tey seinastu 300 árini um møti millum veiðumenninar, missionerarnar, kongarnar og fiskimenninar. Er framvegis grundarlag undir einum felagsskapi . Lógin um felagið, ið skal byggja Eysturoyartunnilin, skal broytast, tí felagið hevur alt ov víðar heimildir. Tað heldur Jógvan Arge, varaborgarstjóri í Havn, nú tunnilsfelagið er farið at grava við Hvítanes, uttan at kommunan er eftirspurd. Varaborgarstjórin í høvuðsstaðarkommununi vil hava lógina broytta. Uppskotið hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Høgna Hoydal, um at 10 prosent av ávísum kvotum skulu seljast á uppboðssølu í 2016, liggur framvegis í Vinnunevndini. Í sendingini lýsa vit, hvussu fiskatilfeingið verður savnað á færri og færri hondum, og spurnartekn verður sett við, hvørt valdið at skipa fiskivinnuna liggur hjá politikarunum ella hjá vinnuni. Fólk í Mykinesi kendu seg ótrygg av einum manni, sum hótti tey, og tí varð løgreglan boðsend. Løgreglan sendi fólk við tyrlu út í Mykines at handtaka mannin. Handtøkan varð longd tríggjar ferðir 24 tímar, og fyrrapartin kom skuldsetti maðurin fyri rættin, sum varðhaldsfongslaði hann til 17. mars, meðan málið verður kannað. Poul Michelsen sigur, at í heyst varð avtala gjørd við danska ráðharran í integrasjónsmálum, Inger Støjbjerg, um at seta gongd á arbeiðið at yvirtaka útlendingaøkið. Í avtaluni binda partarnir seg til at raðfesta arbeiðið við yvirtøkuni, og miðað verður eftir, at samráðingarnar vera lidnar fyrra hálvár í ár. Poul Michelsen sigur, at Schengen skipanin er undir stórum trýsti í løtuni, og hvussu viðurskiftini í Schengen verða næstu mánaðirnar, kann fáa stóra ávirkan á ætlanina at yvirtaka útlendingaøkið og eisini tíðarætlanina, sigur hann. Tvey av teimum smittaðu eru barnakonur. Triði persónurin er maður. Øll trý hava verið í londum í Suðuramerika, har zika er staðfest. Nú verða barnakonurnar fluttar á eina fosturmedisinska miðstøð at verða kannaðar nærri, sigur Fólkaheilsustovnurin á heimasíðu síni. Norsku heilsumyndugleikarnir hava seinastu tíðina greinað umleið 50 royndir fyri zika virus, sum millum annað verður sett í samband við, at børn verða fødd við ov lítlum høvdi. Amerikansku heilsumyndugleikarnir hava mælt barnakonum at fara til Brasil í sambandi við olympisku summarleikirnar í Rio de Janeiro. Havnarfólk eru ymisk á máli um ætlanina at gera Bacalao til frítíðardepil, sum Heðin Mortensen, borgarstjóri, legði fram á Reinsarínum í Havn í dag. Smyril Line skal hava hotell í saltsøluni, har Sjóvinnudepilin skuldi vera, og felagið vil hava kommununa at brúka aðrar 150 milliónir krónur til at umbyggja Bacalao til frítíðardepil. Men tað hevði ikki ávirkað avgerðina, um teir høvdu spurt, tí næstan allir flokkar eru samdir um, at Danmark skal senda hermenn í kríggj í Sýria og Irak Almannaverkið veitir ikki nóg góðar búðstaðarmøguleikar til fólk við rørslutarni. Meginfelag teirra, ið bera brek, hava gjørt vart við støðuna, men Almannaverkið fer ikki at byggja bústaðir, ið bara eru til fólk við rørslutarni. Í frítíðardeplinum á Bacalao er ætlanin, at hava ein 50 metra svimjihyl, men spurningurin er, um hetta er 50 metra svimjihylurin, ið Tórshavnar kommuna ætlar at byggja, tí vansin er, at plássið kring hylin til áskoðarar verður avmarkað. Føroyska filmsvinnan er í menning. Frá at hava framleitt eina rúgvu av stuttfilmum, eru fleiri filmsframleiðarar farnir undir fyrsta spælifilmin. Elsti føroyingur, sørvingurin Theodor Thomassen, er deyður, 107 ára gamal. Seinastu nógvu árini hevur Theodor búð hjá eini dóttur síni. Hann sovnaði stillisliga burtur í heiminum í gjárkvøldið. Bara fýra av 30 kommunum hava hildið tíðarfreistina og hava fingið frárensluvatnsviðurskiftini í rættlag. Tær eru Eiðis, Fámjins, Hovs og Skálavíkar kommunur. Tað vísir uppgerð hjá Umhvørvisstovuni . Í 2009 kom kunngerðin um frárensluvatn í gildi. Kunngerðin álegði øllum kommunum at gera frárensluvatnsætlan. Arbeiðið skuldi verða liðugt í 2015. Hóast bara fýra kommunur eru lidnar, sæst tó, at tað gongur rætta vegin hjá flest øllum kommunum. Innan fimm ár skuldi talið av kommunum, ið eru lidnar, verið komið upp á 19. Tað eru nógvar ymiskar grundir til, at fleiri kommunur ikki eru lidnar enn. Hjá teimum allar flestu er grundin tvørrandi fíggjarlig orka. Hvalbiar, Hvannasunds, Kvívíkar, Sunda kommunur verða lidnar í 2017 og Eystur og Skúvoyar kommunur í 2018, Porkeris og Sands í 2020, Klaksvíkar kommuna í 2021, Húsavíkar og Nes í 2025, sum er 10 ár eftir freistina. Runavíkar kommuna fær viðurskiftini í rættlag í 2028, men hvørki Húsa, Skopunar, Sørvágs, Vestmanna, Vága, Vágs, Tvøroyrar ella Tórshavnar kommunur vita, nær teirra frárensluvatnsskipan verður liðug, skrivar Umhvørvisstovan. Tórshavnar kommuna hevur fingið næstan allar útleiðingar í rættlag. Økini, ið eru eftir, eru flest øll projekterað, men eru ikki sett í gongd. Orsøkin er, at kommunan ikki hevur sett nóg nógvan pening av til sum ætlað. Tað fara helst at ganga eini 10 ár, áðrenn kommunan verður liðug, upplýsir Umhvørvisstovan. Vestmanna, Tvøroyrar og Vágs kommunur hava gjørt lítið seinastu árini á frárensluvatnsøkinum, skrivar Umhvørvisstovan á heimasíðuni. Sum dømi nevnir Umhvørvisstovan, at enn mangla 21 hús rottanga spetiktanga í Vestmanna kommunu, og í Vágs kommunu mangla umleið 40 hús rottanga. Tann eini maðurin er 100 ár. Hinvegin eru átta kvinnur í Føroyum 100 ár, tvær eru 101 ár, ein er 102 og ein er 103 ár, vísa nýggjastu tølini frá Landsfólkayvirlitinum. Er nøkur meining í tí, tá fyrsti undankappingardysturin hjá landsliðnum ikki er fyrr enn í september Hoyr hvat Sigfríður heldur um tað. Maðurin var frá sær sjálvum og hótti fólk. Vit høvdu varhugan av, at tað var rættiliga álvarsligt, sigur Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur, við útvarpið . Tað var klokkan 23 45 hóskvøldið, at løgreglan fekk fleiri fráboðanir frá fólki, ið boðaðu frá, at ein maður var frá sær sjálvum og veipaði við øks. Maðurin var illur í sær, og tað var ikki gjørligt at tosa hann til fornuft, so løgreglan mátti brúka piparspray, sigur Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur. Løgreglan varð boðsend til Miðvágs stutt fyri midnátt hóskvøldið, tí fólk kendu seg hótt av einum manni við øks, ið var frá sær sjálvum. Kim Bjarnaberg Hansen, ið hevði verið á flogvøllinum eftir fólki, greiður her frá, hvat hendi, tá hann kom til Miðvágs um midnáttarleitið. Neyðugt var at keypa 12 nýggjar eltíðtakingarplátur umframt tvær at hava eyka, fyri til samans 300.000 krónur. Hetta tí at tær gomlu vóru ov smalar til nýggju standardbreiddina, sum Páls Høll hevur. Tíverri fær Pál Joensen ikki svomið á hesi fyrstu føroyameistarastevnu á langgeil av tí, at hann sama vikuskifti skal vera við á Edinburgh International 2016 í Skotlandi sum liður í fyrireikingini til kvalifikatión og vónandi á Olympisku Leikum í Rio de Janeiro. Men har verða nógvir aðrir áhugaverdir svimjarar á stevnuni, so sum lokala stjørnuskotið Sára Ryggshamar Nysted, ið væl kundi funnið upp á at sett okkurt føroyskt met sum einstaklingur ella saman við sínum liði. Froskaslottið er søgan um Kristoffur og hansara ævintýrligu upplivingar í landinum handan luftina. Tveir heimar møtast, og tað skapar eitt sermerkt hugflog við reyðum liggistólum, hoppandi risafroskum, listilærdum marskálkum, systkinabørnum úr Telemark, vættrum og salamandrum. Her er bæði gaman og undran og ikki minst eitt spennandi spæl við orðum og orðafellum. Og tú fært innlit í sorg og sakn á ein klókan og lívgandi hátt. Jostein Gaarder skrivaði og Laura Joensen týddi. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2006. Páll Danielsen lesur og Dánjal Tavsen er tøkningur. Froskaslottið er søgan um Kristoffur og hansara ævintýrligu upplivingar í landinum handan luftina. Tveir heimar møtast, og tað skapar eitt sermerkt hugflog við reyðum liggistólum, hoppandi risafroskum, listilærdum marskálkum, systkinabørnum úr Telemark, vættrum og salamandrum. Her er bæði gaman og undran og ikki minst eitt spennandi spæl við orðum og orðafellum. Og tú fært innlit í sorg og sakn á ein klókan og lívgandi hátt. Jostein Gaarder skrivaði og Laura Joensen týddi. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2006. Páll Danielsen lesur og Dánjal Tavsen er tøkningur. Meirilutin í nevndini, Arne D. Brattaberg, Ingeborg Godtfred og Annika Waag, vildu ikki kæra avgerðina hjá Skrásetingini um, at formansvalið skuldi viðgerast av nýggjum. Lutakast skuldi vera um formanssessin. Men av tí at hinir nevndarlimirnir hava rætt til at kæra sum einstaklingar, verður avgerðin hjá Skrásetingini kortini kærd. Ivamálið var um niðurstøðan hjá Skráseting Føroya, um at formannsvalið hjá nevndini skuldi ganga um, skuldi kærast, tá nevndin helt sín fyrsta fund eftir niðurstøðuna hjá Skrásetingini. Men tá lutakastið varð avgreitt, og nýggi formaðurin funnin, avgjørdu Gunnar í Liða, Jákup Egholm Hansen og Jan M ller at kæra málið. Jákup Egholm Hansen, heldur hinvegin, at tað er eitt so principielt mál, um formaðurin í nevndini framyvir skal veljast við lutakasti, at málið má kærast. Tó, sigur Jákup Egholm Hansen, kann nevndin semjast um formannskapin á hesum sinni altso at hann sjálvur framhaldandi verður næstformaður og Gunnar í Liða verður formaður. So kann Jákup Egholm Hansen liva við, at málið ikki verður kært, og at formenn í framtíðini skulu finnast við lutakasti, um nevndin ikki kann semjast. Tað vilja tey trý, Annika Waag, Ingeborg Godtfred og Arne Brattaberg ikki, og tískil varð kastað lut. Hetta hendi tó ikki á fyrsta nevndarfundi eftir at nevndin fekk niðurstøðuna hjá Skrásetingini. Felagið var uttan formann í nakrar dagar, tí fleiri av nevndarlimunum vildu hugsa seg um, áðrenn kastað var lut um, hvør skuldi vera formaður. Fundurin varð lokin og tikin uppaftur tann 29. februar. Ognarfelag Tryggingartakaranna var sostatt uttan formann í eina viku. Fyrsta punkt á fundinum tann 29. februar var val av formanni, har Arne Brattaberg vann lutakastið. Jákup Egholm Hansen kendi seg ikki tryggan við nýggja formansskapin og valdi at siga næstformanssessin frá sær. Ístaðin varð Ingeborg Godtfred vald til næstforkvinnu. Nýggi formannskapurin, sum nú taldi meirlutan við Arna Brattaberg, Ingeborg Godtfred og Anniku Waag vildi ikki kæra niðurstøðuna hjá Skrásetingini. Nevndarlimirnir kunnu tó kæra sum einstaklingar og endin gjørdist, at Gunnar í Liða, Jákup Egholm Hansen og Jan Muller valdu at kæra niðurstøðuna hjá skrásetingini. Soleiðis siga næmingar úr 3. S í Hoydølum, tá tey verða spurd, hvat tey halda um nýggja átakið, har Mentamálaráðið hevur sett tveir sálarfrøðingar í hálvtíðarstarv í miðnámsskúlunum. Eftir næmingunum at døma er stórur tørvur á hesum, og nógv ung, ið hava ymiskt at stríðast við, sum ein sálarfrøðingur kann hjálpa teimum við. Men hvat er høvuðsendamálið hjá sálarfrøðingunum Tað spyrja vit Súsonnu Skaale, sálarfrøðing, um. Súsanna greiðir eisini frá, hvørji evni tey ungu, sum ganga á miðnámsskúla, stríðast við. Áðrenn næmingarnir koma til ein av sálarfrøðingunum, mugu tey venda sær til lestrarvegleiðingina. Har verður síðan avgjørt, um hetta er okkurt fyri sálarfrøðingin, ella um lestrarvegleiðarin sjálvur kann loysa hetta saman við næminginum. Men eftir stendur so ein spurningur Er tað yvirhøvur neyðugt við sálarfrøðingum á miðnámsskúlum Fleiri túsund næmingar hava lokið miðnámsskúlaprógv gjøgnum árini uttan at hava sálarfrøðing knýttan at skúlanum. Bogi Bech Jensen, rektari á Glasi, sigur sína hugsan um hetta, og hann greiðir eisini frá, hvørjar ætlanir hann hevur við sálarheilsu og trivnað, tá Glasir letur dyrnar upp fyri næmingunum í august 2017. Henrik Old, landstýrismaður, viðgongur, at brunaeftirlitið í nógvum førum hongur í leysum lofti, tí kunngerð manglar í tilbúgvingarlógini Tvøroyar Hornorkestur er frá 1978 og hevur verið virkið í næstan 38 ár. Hetta vikuskiftið koma tey norður um fjørðin og fara at fylla Torgið í SMS við tónleiki. Tónleikaskráin er sera fjølbroytt og fevnir um meira enn bara hornblástur frá Tvøroyrar Hornorkestri. Bæði GHM og Tórshavnar Hornorkestur eru við. Uppritið frá umsitingini hjá Løgtinginum til Vinnunevndina er langt um leingi komið. Niðurstøðan er, at greitt svar kann ikki fáast fyrr enn lógin er samtykt, ein uppboðssøla er roynd og málið er roynt í rættinum. Landsstýrið er í størri vanda fyri at gjalda reiðaríum endurgjald, um hildið verður fast um at selja ein part av botnfiskakvotuni í Barentshavinum á uppboði, enn um landsstýrið selur ein ein part av kvotuni av uppsjóvarfiski á uppboði. Tó kann einki greitt svar gevast fyrr enn lógarupskotið er samtykt, ein uppboðssøla er sett í verk, og rættarskipanin hevur tikið støðu, stendir í uppritinum. Tað stendur í uppritinum frá umsitingini hjá Løgtinginum, um tað er loyvt at selja fisk á uppboði í ár. Tað var vinnunevndin, sum bað um uppritið í sambandi við viðgerðina av ætlaðu uppboðsøluni. Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, ætlar at selja 10.000 tons av makreli, 5.000 tons av norðhavssild, 25.000 tons av svartkjafti og 3.000 tons av botnfiski úr Barentshavinum á uppboði í ár. Sambært løgfrøðingum á tveimum advokatskrivstovum í Havn, kann slík uppboðssøla enda við, at landsstýrið verður stevnt eftir endurgjaldi fyri mist fiskirættindi, sum reiðarar siga seg eiga til 1. januar 2018. Uppritið frá umsitingini hjá Løgtinginum, sum er 18 síður, kemur ikki við nakrari endaligari niðurstøðu, um landsstýrið hevur loyvi at selja ætlaðu fiskasløgini á uppboðssølu. Tað eru viðurskifti, ið tala fyri, at hetta lógaruppskotið kann hava við sær, at talan er um ognartøku, og hinvegin viðurskifti, ið tala ímóti einari ognartøku. Sambært uppritinum, so kann uppboðssøla av einum parti av botnfiskakvotunum í Barentshavinum í størri mun tulkast sum eitt inntriv fyri reiðaríini, sum kann hava við sær eitt endurgjald. Orsøkin er, at fiskiskapurin í Bartentshavinum burturav er skipaður við eginkvotum, og talan er um sera fá skip, sum hava rættindi í Barentshavinum. Hinvegin, so er uppboðssøla av uppsjóvarfiski eitt væl minni inntriv frá landsstýrinum á reiðaríini. Uppboðssøla av uppsjóvarfiski er roynd áður, eins og talið av skipum er vaksið nógv seinnu árini, uttan at hetta hevur havt við sær nakað sakarmál um ognartøku. Men endaliga niðurstøðan í uppritinum frá umsitingini hjá Løgtinginum um ætlaðu uppboðssøluna er, at spurningurin um møguliga ognartøku ikki kann svarast greitt, fyrr enn lógarupskotið er samtykt, ein uppboðssøla er sett í verk, og rættarskipanin hevur tikið støðu til eitt møguligt sakarmál um spurningin. Bygningurin var innilokaður í 2012, men einki er innrættað. Jógvan Skorheim væntar, at tað fer at kosta umleið tvær milliónir krónur aftrat at gera bygningin lidnan. Hann sigur við Dimmalætting, at ein møguleiki er at nýta bygningin til ferðavinnunuendamál. Ein annar møguleiki er at nýta hann til virksemi á sosiala økinum og til fólk við serligum tørvi. Ætlanin er at hava fund við Svínoyarnevndina í næstu viku, og so skal ein politisk støða takast, sigur Jógvan Skorheim við Dimmalætting. Russiski og kinesiski uttanríkisráðharrarnir hava sagt norðurkoreanskum myndugleikum, at teir eiga at koma aftur altjóða samráðingar um kjarnorkuna og halda ST yvirlýsingina, sum setur forboð fyri at royndarskjóta rakettir. Russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, og kinesiski starvsfelagi hansara, Wang Ji, hava havt fund í Moskva. Teir siga eisini, at hvørki Russland ella Kina góðtaka norðurkoreansku royndirnar at gera atomvápn. Norðurkorea royndarsprongdi 6. januar atomvápn, og tað fekk ST trygdarráðið at herða tiltøkini móti landinum. Norðurkorea svaraði aftur í síðstu viku við at skjóta seks rakettir út í Japanska Havið. Fyrsta føroyameistarakappingin í svimjing á langgeil tað vil siga í 50 metra hyli er í Páls Høll í Vági, har Leivur Frederiksen var staddur í kvøld. Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, er til reiðar at fara í rættin við spurninginum um ognarrættin til fiskatilfeingið. Og hann fer ikki at taka aftur uppskotið um at selja part av kvotuni í Barentshavinum og part av uppsjóvarkvotuni á uppboðsølu. Danir fara nú at hava almennar flaggdagar fyri Føroyum og Grønlandi. Ólavsøkudag verður Merkið drigið á allar almennar flaggstengur í Danmark og longsta dag 21. juni, tá tjóðardagur er í Grønlandi, fer grønlendska flaggið at veittra í Danmark. Tað hevur danska stjórnin ásett. Uppboðssølan av parti av botnfiskakvotuni í Barentshavinum kann vera eitt størri inntriv, enn tá talan er um uppboðssølu av uppsjóvarfiski. Millum annað tað kemur fram í uppritinum, sum Vinnunevndin hevur fingið frá umsitingini í Løgtinum. Og hóast nevndin hevur bíðað eftir uppritinum, er formaðurin, Bjarni Hammer, fámæltur um, hvat nevndin nú ætlar. 21. mars er altjóða Down syndrom dagur. Í tí sambandi hevur Javni fingið týtt eina barnabók, sum komandi dagarnar verður býtt út til 2. flokk í øllum skúlum kring landið. Róland Toftum, Eyðbjørn Joensen, Rói Bech og Húni Vestergaard vunnu gull við tíðini 4.12.18. Einki met var á langgeil hjá monnum frammanundan. 800 m. frí kvinnur 1. Sára R. Nysted Suðuroyar Svimjifelag 9.17.44 2. Vár Eidesgaard Havnar Svimjifelag 9.19.54 3. Jana B. Thomsen Ægir 9.42.75 1500 m. menn 1. Óli Mortensen Havnar Svimjifelag 15.52.82 2. Marius Ihlen Gardshorn Havnar Svimjifelag 16.32.37 3. Niels Nattestad Havnar Svimjifelag 17.46.17 200 m. bringa kvinnur 1. Beinta Poulsdóttir Debes Havnar Svimjifelag 2.45.31 2. Ásbjørg Hjelm Ægir 2.50.70 3. Sólvá Á Sigurðsson Ægir 2.56.65 100 m. firvald kvinnur 1. Sára R. Nysted Suðuroyar Svimjifelag 1.04.75 2. Astrið Foldarskarð Havnar Svimjifelag 1.04.93 3. Jonna B. Thomsen Ægir 1.06.66 100 m. firvald menn 1. Óli Mortensen Havnar Svimjifelag 58.29 2. Eyðbjørn Joensen Suðuroyar Svimjifelag 1.00.54 3. Rói Bech Suðuroyar Svimjifelag 1.03.73 200 m. blandað kvinnur 1. Sára R. Nysted Suðuroyar Svimjifelag 2.29.25 2. Beinta Poulsdótttir Debes Havnar Svimjifelag 2.32.97 3. Emma Nystrøm Havnar Svimjifelag 2.36.46 200 m. blandað menn 1. Alvi Hjelm Ægir 2.14.98 2. Hugin Næs Lave Suðuroyar Svimjifelag 2.23.37 3. Niels Nattestad Havnar Svimjifelag 2.23.61 50 m. rygg menn 1. Eyðbjørn Joensen Suðuroyar Svimjifelag 30.67 2. Birni Sigvardsen Havnar Svimjifelag 32.12 3. Húni Vestergaard Suðuroyar Svimjifelag 32.70 200 m. frí kvinnur 1. Sára R. Nysted Suðuroyar Svimjifelag 2.08.11 2. Jana B. Thomsen Ægir 2.10.37 3. Vár Eidesgaard Havnar Svimjifelag 2.11.22 200 m. frí menn 1. Óli Mortensen Havnar Svimjifelag 1.58.01 2. Alvi Hjelm Ægir 1.59.33 3. Marius Ihlen Gardshorn Havnar Svimjifelag 2.00.51 4 x 100 m. kvinnur 1. Super girls Ægir 4.34.16 2. HS 1 Havnar Svimjifelag 4.41.92 3. Diddurnar hjá Marlon Suðuroyar Svimjifelag 4.56.34 Tvey føroysk met vórðu sett á fyrsta finaludegnum í FM í svimjing á langgeil í Vági. Í 4 x100 metrum hjá kvinnum settu Signhild Joensen, Ásbjørg Hjelm, Jonna B. Thomsen og Jana B. Thomsen úr Ægir nýtt føroyskt met. Tíðin hjá teimum var 4.36.16. Gamlar metið var 4.59.98, so har er heilt nógv tikið av. Susvim setti eisini nýtt met í 4 x 100 m. hjá monnum. Róland Toftum, Eyðbjørn Joensen, Rói Bech og Húni Vestergaard vunnu gull við tíðini 4.12.18. Einki met var á langgeil hjá monnum frammanundan. 800 m. frí kvinnur 1. Sára R. Nysted Suðuroyar Svimjifelag 9.17.44 2. Vár Eidesgaard Havnar Svimjifelag 9.19.54 3. Jana B. Thomsen Ægir 9.42.75 1500 m. menn 1. Óli Mortensen Havnar Svimjifelag 15.52.82 2. Marius Ihlen Gardshorn Havnar Svimjifelag 16.32.37 3. Niels Nattestad Havnar Svimjifelag 17.46.17 200 m. bringa kvinnur 1. Beinta Poulsdóttir Debes Havnar Svimjifelag 2.45.31 2. Ásbjørg Hjelm Ægir 2.50.70 3. Sólvá Á Sigurðsson Ægir 2.56.65 200 m. bringa menn 1. Róland Toftum Suðuroyar Svimjifelag 2.24.58 2. Rókur Trygvason Ægir 2.30.48 3. Alvi Hjelm Ægir 2.32.13 100 m. firvald kvinnur 1. Sára R. Nysted Suðuroyar Svimjifelag 1.04.75 2. Astrið Foldarskarð Havnar Svimjifelag 1.04.93 3. Jonna B. Thomsen Ægir 1.06.66 100 m. firvald menn 1. Óli Mortensen Havnar Svimjifelag 58.29 2. Eyðbjørn Joensen Suðuroyar Svimjifelag 1.00.54 3. Rói Bech Suðuroyar Svimjifelag 1.03.73 200 m. blandað kvinnur 1. Sára R. Nysted Suðuroyar Svimjifelag 2.29.25 2. Beinta Poulsdótttir Debes Havnar Svimjifelag 2.32.97 3. Emma Nystrøm Havnar Svimjifelag 2.36.46 200 m. blandað menn 1. Alvi Hjelm Ægir 2.14.98 2. Hugin Næs Lave Suðuroyar Svimjifelag 2.23.37 3. Niels Nattestad Havnar Svimjifelag 2.23.61 50 m. rygg kvinnur 1. Signhild Joensen Ægir 30.64 2. Barbara Debes Ægir 32.46 3. Maria Antoft Havnar Svimjifelag 32.88 50 m. rygg menn 1. Eyðbjørn Joensen Suðuroyar Svimjifelag 30.67 2. Birni Sigvardsen Havnar Svimjifelag 32.12 3. Húni Vestergaard Suðuroyar Svimjifelag 32.70 200 m. frí kvinnur 1. Sára R. Nysted Suðuroyar Svimjifelag 2.08.11 2. Jana B. Thomsen Ægir 2.10.37 3. Vár Eidesgaard Havnar Svimjifelag 2.11.22 200 m. frí menn 1. Óli Mortensen Havnar Svimjifelag 1.58.01 2. Alvi Hjelm Ægir 1.59.33 3. Marius Ihlen Gardshorn Havnar Svimjifelag 2.00.51 4 x 100 m. kvinnur 1. Super girls Ægir 4.34.16 2. HS 1 Havnar Svimjifelag 4.41.92 3. Diddurnar hjá Marlon Suðuroyar Svimjifelag 4.56.34 Fotomynd Rókur í Jákupsstovu Sjónvarpsmyndir Hallur Thomsen Spurningarnir í Also hesa ferð snúgva seg um hundaeigarar, ið ganga túr og ikki taka hundarlortar upp. Ein mamma heldur, at barnaføðingardagar eru farnir út um mark, og so eru tað nakrar vinkonur, sum hava trupulleika við tí einu damuni í klikuni, tí hon dugir sær ikki hógv, tá tað ræður um alkohol. Jørgen Niclasen hevur sitið í samgongu meginpartin av sínum politiska lívi. Hann er fyrrverandi landsstýrismaður í uttanríkismálum. Politiska elitan í USA finst harðliga at Donald Trump. Bæði fyrrverandi forsetavalevni Mitt Romney og fyrrverandi forsetin George Bush hava sagt, at Donald Trump er bæði býttur og vulgerur, og at hansara búskaparpolitikkur fer at kasta USA út í í búskaparligt hóttafall. Meðan undirtøkan fyri Donald Trump gerst størri við tíðini, eru fyrrverandi politikarar, politiskir viðmerkjarar og politiskir journalistar farnir at sammeta hann við Hitler, Stalin og Mussolini. Arbeiðið at umvæla kirkjuna í Hósvík hevur tikið langa tíð. Fyritøkan, sum hevði átikið sær arbeiðið at umvæla kirkjuna, fór á húsagang, og tá var arbeiðið at inniloka kirkjuna ikki liðugt. Av tí sama regnaði inn og kirkjan fekk stóran skaða. Síðan tá hava aðrir trupulleikar stungið seg upp, samstundis sum tað hevur verið torført at fingið handverkarar at gera arbeiðið liðugt. Jens Mortan Mortensen, prestur í Hvalba, sigur við Sosialin, at hann fegin vil signa samkynd í kirkjuni, um uppskotið um hjúnabandslógina verður broytt. Hann skjýtur upp, at kirkjan nýtir sama ritual, sum tey vanliga nýta at víga pør av ymsum kyni. Sambært Katrini Kallsberg, forkvinnu í trivnaðarnevndini, skulu nakrar broytingar til, um samkynd skulu kunna verða signað í kirkjuni. Bispur skal, vegna kirkjuna, taka stig til at seta eina ritualnevnd, sum skal gera eitt uppskot til eitt ritual. Ritualið skal síðani góðkennast í Mentamálaráðnum. Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, segði í útvarpstíðindunum á middegi, at sendistovan í Keypamannahavn skal lata aftur, tí fyrimunirnir eru avmarkaðir. Landsstýrismaðurin í uttanríkismálum tekur undir við sjónarmiðunum hjá Jørgeni Niclasen. Í landsstýrinum hava tey umrøtt møguleikan at umskipa sendistovuna í Keypmannahavn, tí landsstýrismaðurin er farin at kanna møguleikarnar fyri at fáa eina føroyska sendistovu í USA í staðin. Hann segði í formansrøðuni á landsfundinum í dag, at samgongusamstarvið við Fólkaflokkin og Miðflokkin fór illa við Sambandsflokkinum. 400 m. frí, kvinnur 1. Sára R. Nysted Susvim 4.30.00 2. Vár Eidesgaard Havnar Svimjifelag 4.30.86 3. Jana B. Thomsen Ægir 4.39.17 400 m. frí, menn 1. Óli Mortensen Havnar Svimjifelag 4.06.98 2. Marius I. Gardshorn Havnar Svimjifelag 4.14.90 3. Niels Nattestad Havnar Svimjifelag 4.29.59 50 m. firvald, kvinnur 1. Astrið Foldarskarð Havnar Svimjifelag 28.78 2. Lív Eidesgaard Havnar Svimjifelag 29.55 3. Jonna B. Thomsen Ægir 30.24 100 m. rygg, kvinnur 1. Signhild Joensen Ægir 1.04.57 2. Sára R. Nysted Susvim 1.06.41 3. Maria Antoft Havnar Svimjifelag 1.11.12 100 m. bringa, kvinnur 1. Ásbjørg Hjelm Ægir 1.17.08 2. Beinta P. Debes Havnar Svimjifelag 1.18.60 3. Sólrun Kjærbo Susvim 1.21.93 Fríggjadagin hava løgmaður og Kim Kielsen fund í Tinganesi. Síðani verður farið til Klaksvíkar, har grønlendski landsstýrisformaðurin hittir Jógvan Skorheim, borgarstjóra. Eisini verður farið á Kósina. Leygardagin verður farið til Dímunar, har bóndahjúnini taka ímóti. Eisini verður farið inn á gólvið hjá MBM og Føroya Tele í Havn. Jóan Pauli Joensen professari verður næsti gestur hjá Jógvan Arge í Meg minnist. Hann hevur júst lagt frá sær á Fróðskaparsetrinum eftir meir enn 40 ár sum undirvísari og granskari. Jóan Pauli er uppvaksin í Sørvági og útbúgvin í Danmark og Svøríki. Báðir abbarnir itu Jóan Pauli. Mamman Irena var systir Hugo Fjørðoy á Flogfelagnum. Pápin æt Petur Ola Joensen. Sum ungur var Jóan Pauli í Canada, róði út í Grønlandi og fór síðani við sørvágstrolarum. Hann doyði longu, tá Jóan Pauli var 11 ára gamal. Hetta var stórt umskifti fyri mammuna og báðar synirnar. Í Sambandsflokkinum eru tey ikki í iva um, at verandi uppskot lóggevur inn um kirkjugátt, og tað fer Sambandsflokkurin ikki at taka undir við, sigur Bárður Nielsen. Partafelagið Vágatunnilin skal reka undirsjóvartunnilin sum higartil og taka bummgjald, hóast aðalfundurin í felagnum fyri einum ári síðani samtykti, at Vágatunnilin kann latast landinum dagførdur 10. desesember í ár, tá hann fyllir 10 ár. Uppskotið hjá Nýggjum Sjálvstýri at lata foreldrum, sum ansa børnum sínum heima, pengar, er ein undanførsla, tí ávísar kommunur hava ikki gjørt neyðugar íløgur á dagstovnaøkinum. Nýtt Sjálvstýri hevur skotið upp, at løgtingið skal heita á landsstýrið um at dagføra og endurskoða lógina um dagstovnar og dagrøkt soleiðis, at kommunur kunnu stuðla foreldrum við peningi, sum vilja ansa børnum sínum heima. Bárður á Steig Nielsen helt sína fyrstu røðu sum sambandsformaður á landsfundi floksins í gjár. Útvarpið hevur boðið honum í útvarpsstovuna, nú Sambandsflokkurin er farin undir sjálvrannsakan. Eitt bakkast fyri flokkin Sambandsformaðurin heldur, at samgongusamstarvið við Fólkaflokkin og Miðflokkin fór illa við Sambandsflokkinum. Tað vísti løgtingsvalið í fjør greitt. Týdningurin av ríkisfelagsskapinum kámaðist til tíðir, og vit mugu staðfesta, at úrslitið av at fara í samgongu við ein ultrahøgravendan flokk var vánaligt, hóast vit fingu rættiliga nógv burtur úr sosialu virðunum, sigur hann. Sambandsflokkurin er nú farin undir sjálvrannsakan. Ein av meginuppgávunum er at fáa samband aftur við baklandið. Floksleiðslan hevur ikki í nóg stóran mun havt stundir til tað, men nú flokkurin er í andstøðu, skal baklandið framat. Vit mugu ásanna, at tað hava vit ikki dugað nóg væl, heldur sambandsformaðurin. Sum formaður í fíggjarnevndini hjá løgtinginum hevði Bárður á Steig Nielsen sjálvur ein virknan lut í politikkinum, sum varð førdur farna valskeið. Skal hava veljarar aftur Sambandsflokkurin misti nógvar atkvøður til Javnaðarflokkin á løgtingsvalinum seinast, tí fleiri sambandsfólk mettu, at Sambandsflokkin lat seg stýra av Fólkaflokkinum. Men Sambandsflokkurin var meira sosialur enn fólk góvu sær far um, heldur Bárður Nielsen. Um veljararnir høvdu lurtað eftir tí, vit søgdu, so skilji eg ikki, at teir valdu Javnaðarflokkin, sigur hann. Katrin Kallsberg, forkvinna í nevndini, vil vera við, at bispur sjálvur skal taka stig til at seta eina nevnd at gera eitt uppskot um ritual. Eisini Sambandsflokkurin heldur, at samkynd verða lóggivin inn um kirkjugátt, og flokkurin fer tí ikki at atkvøða fyri hjúnabandslógini, sum støðan er, sigur Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum. Fosturtøkuevnið er einki populert kjakevni í Føroyum millum politikarar. Tað er óvuliga tabuiserað, og verður ikki sæð, sum eitt stemmu slúkara kjak . Hóast hetta, er tað eitt týdningarmikið evni, og somuleiðis hava øll okkara grannalond tikið støðu til tað. Fosturtøkulógin í Føroyum er ikki broytt síðani 1956. Hóast ein er fyri ella ímóti fríari fosturtøku, eru flest øll samd um, at fosturtøkulógin í Føroyum skal dagførsat. Men hvussu skal tað gerast Í Føroyum hava vit í prinsippinum ikki fría fosturtøku, men fosturtøka kann vera framd undir ávísum treytum inntil 16 viku. Um ein vil hava fosturtøku, og mann er undir 17, skulu foreldrini geva samtykki áðrenn fosturtøkan fremjast. Tá talan er um hjúnalag, skal maðurin geva sítt samtykki. Treytir fyri at fáa fosturtøku framda Um lív og heilsa hjá kvinnuni er í vanda Um kvinnan er vorðin við barn við neyðtøku ella líknandi brotsgerð. Um fostrið er í vanda fyri at fáa álvarslig likamlig ella sálarliga brek. Um mett verður, at kvinnan ikki fer at megna at taka sær av barninum grundað á ógvusligar sálarligar ella likamligar avbjóðingar Fosturtøka í Danmark Í 1973 samtykti Fólkatingið fría fosturtøku í Danmark inntil 12 viku. Hevur ein búðstað í Danmark, hevur ein rætt til fosturtøku, uttan at grundgeva fyri síni avgerð. Kvinnan skal í hesum føri vera 18 ára gomul. Um kvinnan er yngri enn 18 skulu foreldur samtykkja, men undir heilt serligum umstøðum kann hyggjast brtur frá hesum. Í onkrum føri kann fosturtøka fremjast eftir 12. viku. Tað kann millum annað vera orsaka av heilsuni og livistøðuni hjá kvinnuni, um barnið kann fáa alvorligt mein, ella um kvinnan er vorðin neyðtikin. Í Danmark er í løtuni stórt kjak um juridiska forsturtøku til pápar. Hetta snýr seg um, at pápar kunnu taka juridiska frástøðu til barnið, um teir ynskja eina fosturtøku. Síðani frí fosturtøka var samtykt í Danmark, er talið av fosturtøkum minkað støðugt. Um aldarskiftið hækkaði talið eitt sindur, men generelt er talið minkað. Frá 27.000 fosturtøkum í 1973, til uml 15.000 í 2014. Fyri hvørja 1.000 kvinnu verða uml 12 fosturtøkur framdar. Fosturtøka í Svøríki Í 1975 samtykti Svøríki fría fosturtøku upp til 18. viku. Um kvinnan skal hava fosturtøku eftir viku 18. Og upp til viku 22. skal hon sosialstyrelsen loyva kvinnuni at taka fosturtøku. Um fostrið er føtt livandi ella deytt eftir viku 22. er tað juridiskt definerað, sum eitt barn. Fyri hvørja 1.00 kvinnu er verða uml 20 fosturtøkur framdar. Fosturtøka Í Noreg Í 1965 samtykti Noreg fría fosturtøku upp til 12 viku fyri kvinnur, um eru yvir 16 ár. Um kvinnan er undir 16 ár avgerð læknin, um foreldrini skullu geva sítt samtykki ella takast við upp á ráð. Mann kann siga, at Javnstøðupoltikkur hevur til endamáls at tryggja javnstøðu millum kvinnur og menn í samfelagnum. Í Føroyum hava vit eisini javnstøðupolitikk. Í ár hevur Javnstøðulógin í Føroyum nevnliga 20 ár á baki. Hon kom í gildið 3. mei í 1994. Eisini eru 100 ár síðani, at kvinnur fingu atkvøðurætt. Men eru vit komin á mál á javnstøðuøkinum, ella hava vit yvirhøvur ein javnstøðu trupulleika í Føroyum 1999 kom tilmæli frá Útnorðurráðnum um eina nevnd sum skuldi økja um leiklutin hjá kvinnum á politiska pallinum. Nevndin kom at bera navnið Demokratia, sum enn í dag er virkið. Kynskvotering merkir bara tað, at í einari nevnd til dømis eru so og so nógvir sessir oyramerktir til antin kvinnur ella menn. Um vit til dømis taka eina nevnd, sum hevur 6 sessir. Og vit siga at vit hava kynskvotering, kunnu vit hugsa okkum, at 2 sessir skulu vera til kvinnur, 2 sessir skulu vera til menn vit hava nú givið kvinnum og monnum hvør sína kvotu á 2 sessir. Vit hava nú tveir sessir eftir, sum ikki eru kynskvoteraðir, og teir kunnu tískil verða givnir antin manni ella kvinnu. Ein dagin setti hann seg við eitt gamalt klaver og fór at spæla. Tað var byrjanin til sangin Where Is The Sun, sum er heitissangur á fløguni. Røkkvi sigur, at hann er takksamur fyri stuðulin, hann hevur fingið frá familju og vinum, og eina serliga tøkk fær dótturin, Sara Bjørt, ið hevur elskað og stuðlað treytaleyst. Tað, sum skuldi vera ein góður og hugnaligur fríggjadagur, bleiv av sonnum ein sorgardagur. Alt broyttist í tí løtu, at tveir politistar banka á hurðina hjá Rúnu og fortelja, at sonurin, Reimar, hevur verið fyri eini arbeiðsvanlukku. Mann hugsar als ikki í eini slíkari løtu, og eg hevði onga hóming av, at Reimar veruliga hevði verið við í eini arbeiðsvanlukku, sigur Rúna Mortensen, sum framvegis í dag hevur torført við at skilja alt tað, sum hendi hendan dagin. Eg eri bittur um, hvussu vit blivu loftað sum familja, tí eg haldi ikki, at vit fingu ta hjálp, vit í veruleikanum høvdu brúk fyri, sigur Rúna Mortensen. Tað sær kanska út sum, at vit eru komin víðari og hava tað gott, men veruleikin er tann, at einki er, sum tað var, og lívið verður ongantíð tað sama, sigur Rúna Mortensen. Landsstýrismálanevndin fer í vikuni at taka støðu til, um hon fer at viðgera kæruna upp frá Eivindi Jacobsen av Strondum um Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum. Eivind Jacobsen hevur kært Kristinu Háfoss fyri landsstýrismálanevndini, millum annað fyri handfaringina av brævinum frá Fíggjarligum Støðufesti í skattamálinum hjá Eik banka. Landssttýrismálanevndin hevði fund fyrrapartin, men hon vil hava greiði á nøkrum viðurskiftum, áðrenn støða verður tikin til, um nevndin fer at taka kanna kæruna, sigur Bárður Kass Nielsen, formaður í nevndini. Sporini frá djúpu ósemjunum millum Danmark og Føroyar fyrst í 90 unum og undir ES boykottinum ræða, og millum annað tí hevur danska stjórnin sett sær fyri at styrkja ríkisfelagsskapin mentanarliga. Mikudagin hevur danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, boðið Føroyanevndini, Grønlandsnevndini og fjølmiðlunum á føroysku matstovuna í Keypmannahavn, Koks, har hann fer at markera nýggju donsku flaggdagarnar. Sjúrður Skaale ætlar sær at fara, um tað liggur fyri, og hin føroyski fólkatingslimurin, Magni Arge í Tjóðveldi, umhugsar støðuna. Magni Arge sigur, at hann í løtuni fyrireikar ein fyrispurning til forsætisráðharran, har hann vil hava at vita, um nýggju átøkini eru innlendis ríkissúmbolikkur , sum hann tekur til, ella um stjórnin viðurkennir, at Føroyar og Grønland hava sjálvsavgerðarrætt samsvarandi fólkarættinum. Vit eru í Nólsoy og hoyra søgur um djarvar kvinnur í Gortrastovu og sjórænarar, og eisini um eina skotska prinsessu, sum búði í Nólsoy. Hon vardi fyrr í mánaðinum sína ph.d ritgerð við universitetið í Tromsø. Anna Sofía hevur granskað, um dálking ávirkar børn í móðurlívið. Hoyr hana greiða frá, hvussu tað bar til, at hon fór til Norðurnorra at granska. Hví hon hevur pendlað og hvat hon hevur granskað. Ingolf S. Olsen, løgtingsmaður í Tjóðveldi, vil hava at vita frá Poul Michelsen, landsstýrismanni í vinnumálum, um partapeningurin hjá landsstýrinum og Framtaki í Smyril Line er seldur, ella um tað er í umbúna at selja hann. Ingolf S. Olsen sigur, at søgur ganga um, at partur av almenna ognarlutinum er seldur, ella skal seljast, uttan at tingið er spurt eftir, tí hetta verður gjørt eftir einum partaeigarasáttmála, sum løgtingið ongantíð er kunnað um. Tá hugsað verður um søguligu gongdina hjá Smyril Line, har løgtingið undir trýsti hevur latið skattgjaldaran taka ein stóran váða, eigur tað at vera sjálvsagt, at bæði løgtingið og almenningurin fær fult innlit í viðurskiftini hjá reiðarínum, sigur Ingolf Olsen. Hann sigur, at tá landsstýrið aftur í 2011 bað um hjálp at styrkja gjaldførið hjá Smyril Line, kravdu privatu íleggjararnir, at landið skuldi sleppa øllum valdi í felagnum. Men málið hevði skund, og vikið varð frá øllum tíðarfreistum. Tí er óvist, um tingfólk fingu allar neyðugar upplýsingar. Og í álitinum frá vinnunevndini verður harmast um, at nevndin ikki fekk kunning um ein partaeigarasáttmála, sum skuldi vera gjørdur, sigur Ingolf S. Olsen. Hann vil eisini hava at vita frá landsstýrismanninum í vinnumálum, hvussu stórt vinningsbýti almennu eigararnir hava fingið á hvørjum ári síðani 2007, og hvussu nógvan pening landsstýrið og Framtak hava sett í Smyril Line hesi árini. Løgtingsformaðurin boðaði frá fyrispurninginum fyrrapartin, og løgtingið fer á einum seinni fundi at taka støðu til, um fyrispurningurin skal svarast. Tað er stórur munur á at standa á hermótinum, har fólk verða skotin og bilar sprongdir, og so at koma heim til Føroya, har tað eru tíðindi, tá onkur hevur fingið ein undir vangan í náttarlívinum. Í Føroyum er ikki kríggj, og Føroyar eru heldur ikki í kríggi við nakran. Tó eru fleiri føroyingar, sum eru og hava verið í kríggj, og koma aftur til føroysku bløðruna, her alt er so trygt og gott, og fleiri halda, at kríggj als ikki viðkemur okkum. Marita Dalsgaard er leikstjóri, Beinta Clothier og Hjálmar Dam leikarar, Joachim Holbek hevur gjørt ljóðmyndina, og Turpin Djurhuus hevur gjørt ljós, pallmynd og videodesign. Góðan morgun Føroyar tosaði við tey øll í morgun. Uppskotið hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Høgna Hoydal, um at 10 prosent av ávísum kvotum skulu seljast á uppboðssølu í 2016, liggur framvegis í Vinnunevndini. Í sendingini lýsa vit, hvussu fiskatilfeingið verður savnað á færri og færri hondum, og spurnartekin verður sett við, hvørt valdið at skipa fiskivinnuna liggur hjá politikarunum ella hjá vinnuni. Presisering Í sendingini verður sagt, at reiðaríið Palli hjá Mariannu eigur Norðhavnina. Sp f 27. juni 2007, sum Palli hjá Mariannu eigur, eigur ein part av Norðhavnini, meðan Klaksvíkar kommuna eigur størsta partin av havnini. Rættari hevði tí verið at sagt, at Palli hjá Mariannu eigur ein part av Norðhavnini. Søguliga bygdin Kvívík hevur varðveitt gamla bygdahugnan. Í dag er Tórður Mikkelsen í Kvívík við mikrofonini. Tummas Marni Joensen greiðir frá ymsum viðurskiftum í Kvívík. millum annað frá týdninginum, prestagarðurin á Kirkjuteigi hevur havt fyri bygdina. Millum prestarnar, i her hava veri , er V.U. Hammershaimb, sum syrgdi fyri, at øll húskini í bygdini fingu eitt jar arstykki. Nýggi presturin á Kirkjuteigi er Maria Jørðdal Niclasen, og hon skilir væl, at prestarnir hava verið leingi á Kirkjuteigi. Hjúnini Petra og Morten Hust Petersen eru bæði tilflytarar í Kvívík. Tey fluttu til Føroya úr Ný Sælandi í 2007 og keytu hús í Kvívík. Tað angra tey ikki. Nýggjur víkingagarður, Egilsgar ur, verður nú gjørdur omanfyri Kvívík. Stigtakarin Poul Hansen greiðir frá verkætlanini, sum millum annað hevur eitt langhús og eina kirkju, i verður vígd. Í fleiri ár hevur Grækaris Joensen arbeitt við at endurreisa barnaheimið hjá skaldinum Jóan Peturi uppi í Trøð, IPG. Nú er verkætlanin komin so mikið langt, at savnið letur upp í summar. Fyri nøkrum árum síðani kom Mauritia Kirchner úr Týsklandi til Føroya at uppliva náttúruna og at fiska og skriva um fisking. Her dámar henni so væl, at nú eigur hon trý gomul hús á Eystaru Hellu í Kvívík, millum annað tey elstu húsini í bygdini. Tummas Marni Joensen Maria Jørðdal Niclasen Petra Petersen Morten Hust Petersen Poul Hansen Grækaris Joensen Mauritia Kirchner Randi Jacobsen 19., 20. og 21 partur Gongustjørnan hjá Bubbli Gobbi Lítli prinsur og Revur koma til eina gongustjørnu, har fólk uppfinna øll møgulig tól. Men trupulleikin er, at alt verður blakað í havið, tá tað er brúkt, so havið er sera illa dálkað. Tann stóri uppfinnarin, sum øll hava álit á, og sum skal loysa trupulleikan, er ikki at finna. Gongustjørnan hjá lokonautunum Lítli prinsur og Revur eru komnir til eina gongustjørnu, har tey koyra í toki millum oyggjar. Ein oyggj er til hvørt virksemi. Men sporskiftarin er blivin í ørviti, og einki skil er á nøkrum. So mugu lítli Prinsur og Revur upp í leikin. Ein maður arbeiddi við at umvæla eina Baader maskinu á kaiøkinum. Hann hevði loyst ein møttrik, sum heldur beininum undir maskinuni. Maskinan koppaði og maðurin var ov seinur at sleppa sær burtur. Baader maskinan datt niður á beinið á manninum. 22. og 23. partur Gongustjørnan hjá lokonautunum Lítli prinsur og Revur eru komnir til eina gongustjørnu, har tey koyra í toki millum oyggjar. Ein oyggj er til hvørt virksemi. Men sporskiftarin er blivin í ørviti, og einki skil er á nøkrum. So mugu lítli Prinsur og Revur upp í leikin. Fyrra sendingin, sum lýsir stríðið um fiskatilfeingið, ið verður savnað á alsamt færri hondum Uppskotið hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Høgna Hoydal, um at 10 prosent av ávísum kvotum skulu seljast á uppboðssølu í 2016, liggur framvegis í Vinnunevndini. Í sendingini lýsa vit, hvussu fiskatilfeingið verður savnað á færri og færri hondum, og spurnartekin verður sett við, hvørt valdið at skipa fiskivinnuna liggur hjá politikarunum ella hjá vinnuni. Uppskotið, sum formliga eitur Uppskot til rikislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar partar av broytingum í hjúnabandslógini og rættarvirknaðarlógini er sett á skrá til tingfundin, sum byrjar mikumorgunin klokkan 10. Tá uppskotið var til fyrstu viðgerð í fjør og tá uppskotini vóru fyri í Løgtinginum fyrstu ferð og fullu fyri tveimum árum síðani, vóru rættiliga nógv fólk í Løgtinginum, og skipað varð fyri ymiskum tiltøkum uttan fyri løgtingshúsið. Tað er framvegis ósemja í Trivnaðarnevndini, sum viðgjørdi uppskotið, um uppskotið letur eina hurð upp fyri samkyndum at fáa hjúnabandið signað í kirkjuni. Sambært meirilutanum í nevndini nertir uppskotið ikki við innaru virðini í kirkjuni. Men sambært minnilutanum, fyrrverandi løgmanni Kaj Leo Holm Johannesen, Jógvani á Lakjuni og Jenisi av Rana, so lóggevur uppskotið inn í fólkakirkjuna. Sambært forsøgnini vera 6000 fleiri læknar í 2035 enn í dag. Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at tey læknalesandi eru skjótari liðug við útbúgvingina. Pensjónsaldurin hjá læknum fer at hækka, og so er tað seinnu árini eydnast at fáa fleiri útlendskar læknar til Danmarkar enn fyrr, skrivar Berlingske . Brennandi spurningurin, sum tó stendur ósvaraður enn, er um læknatrotið í Føroyum eisini verður ávirkað rætta vegin næstu 20 árini. Tað eru tó longu nú ábendingar um, at vaksandi talið av læknum ikki fer at loysa akutta tørvin í útjaðaranum í Danmark. Í sjúkrahúshøpi hoyra Føroyar helst til tann bólkin. Arne Nikolaisen, heilsustjóri í Esbjerg, sigur við Kristiliga Dagblaðið, at flestu læknarnir búseta seg, har teir hava fingið sína útbúgving. Neyðugt er at útbúgva læknar um alt landið, sigur Arne Nikolaisen. Gunn Reginsdóttir Joensen vónar, at áhugin verður so stórur, at tey sum frá líður kunnu keypa sær máttur og annað, ið tey kunnu hava við sær tá farið verður kring landið. Viðmælt verður, at børn sleppa sær av við suttuna í seinasta lagi um trý ára aldur. Um hildið verður á ov leingi at brúka suttu, kann barnið fáa opið bit ella suttubit. Í summum førum kann talan eisini verða ávirkað. Sutturnar skulu vera so smáar sum til ber og eisini hava ventil. Verri er kortini, tá børn sutta tummil ov leingi. Tummulin kemur longur upp í góman, og hann er altíð tøkur. Hyggjuráðini kunnu vera at geva børnunum suttuna aftur eina tíð og so royna umaftur at leggja av. Teitur Herup, tannlækni, hevur síðu á Facebook, ið eitur Spyr Teit tannlækna. Hon er her 24. og 25. partur Gongustjørnan hjá chelopodarum Tá lítli prinsur og Revur koma til gongustjørnuna hjá Chelopodarum verða teir varir við, at fólkið har er púra fyri ongum. Tey frætta einki frá sínum næstu í øðrum pørtum av gongustjørnuni, tí alt brævasamband er hildið uppat. Øll brøv hvørva bara. So mugu teir royna at hjálpa. Leygarkvøldið, 19. mars klokkan19.30, verður várkonsertin hjá Føroya Symfoniorkestri í Norðurlandahúsinum. Á skránni eru trý verk Helios Ouverturan hjá Carl Nielsen og kenda sellokonsertin hjá bretska tónaskaldinum Edward Elgar. Solistur er enski sellospælarin Guy Johnston, sum, síðan hann vann BBC Young Musician of the Year kappingina í 2000, hevur notið holla altjóða viðurkenning. Eftir steðgin verður eitt verk á skránni, og tað er symfoni nummar 6 hjá Tchaikovsky, eisini kallað Path tique. Nógv munnu kenna temaini aftur frá filmum sum eitt nú Aviator og frá Vetrarolympiaduni í 2010. Trombonspælarin Dávur Juul Magnussen og Kristina av Váli, sum spælir sello, eru í útvarpsstovuni og tosa um verkini, sum eru á skránni á konsertini. 24. og 25. partur Gongustjørnan hjá chelopodarum Tá lítli prinsur og Revur koma til gongustjørnuna hjá Chelopodarum verða teir varir við, at fólkið har er púra fyri ongum. Tey frætta einki frá sínum næstu í øðrum pørtum av gongustjørnuni, tí alt brævasamband er hildið uppat. Øll brøv hvørva bara. So mugu teir royna at hjálpa. Tað boðar russiski forsetin, Vladimir Putin, frá sambært tíðindastovuni Tass. Fyrstu hernaðarakførini eru longu á veg úr landinum. Putin sigur, at Russland í høvuðsheitinum hevur fullført sín gerning í Sýria. Putin hevur boðað sýriska forsetanum, Bashar al Assad, frá ætlanini um afturtøkuna úr tí krígsherjaða landinum. Greinin heldur fram niðanfyri. Russland tók seg í fjør inn í Sýria við stríðsflogførum, og tað broytti valdsbýtið í landinum munandi, har Assad var undir stórum trýsti. Fleiri lond funnust at harðligu framferðini og hørðu bumbuálopunum hjá russum, tí fleiri sivilfólk lótu lív. Fólk í túsundatali flýggja har norðuri í Sýria, har russisk stríðsflogfør og stjórnarflogfør hjá Assad forseta áhaldandi hava bumbað. At Russland tekur sínar herdeildir aftur, ber boð um, at friðarsamráðingarnar eru farnar í gongd av álvara. Annars høvdu russar neyvan farið úr Sýria, sigur Sune Haugbølle, lektari á lærda háskúlanum í Roskilde, við DR. Froskaslottið er søgan um Kristoffur og hansara ævintýrligu upplivingar í landinum handan luftina. Tveir heimar møtast, og tað skapar eitt sermerkt hugflog við reyðum liggistólum, hoppandi risafroskum, listilærdum marskálkum, systkinabørnum úr Telemark, vættrum og salamandrum. Her er bæði gaman og undran og ikki minst eitt spennandi spæl við orðum og orðafellum. Og tú fært innlit í sorg og sakn á ein klókan og lívgandi hátt. Jostein Gaarder skrivaði og Laura Joensen týddi. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2006. Páll Danielsen lesur og Dánjal Tavsen er tøkningur. Froskaslottið er søgan um Kristoffur og hansara ævintýrligu upplivingar í landinum handan luftina. Tveir heimar møtast, og tað skapar eitt sermerkt hugflog við reyðum liggistólum, hoppandi risafroskum, listilærdum marskálkum, systkinabørnum úr Telemark, vættrum og salamandrum. Her er bæði gaman og undran og ikki minst eitt spennandi spæl við orðum og orðafellum. Og tú fært innlit í sorg og sakn á ein klókan og lívgandi hátt. Jostein Gaarder skrivaði og Laura Joensen týddi. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2006. Páll Danielsen lesur og Dánjal Tavsen er tøkningur. Froskaslottið er søgan um Kristoffur og hansara ævintýrligu upplivingar í landinum handan luftina. Tveir heimar møtast, og tað skapar eitt sermerkt hugflog við reyðum liggistólum, hoppandi risafroskum, listilærdum marskálkum, systkinabørnum úr Telemark, vættrum og salamandrum. Her er bæði gaman og undran og ikki minst eitt spennandi spæl við orðum og orðafellum. Og tú fært innlit í sorg og sakn á ein klókan og lívgandi hátt. Jostein Gaarder skrivaði og Laura Joensen týddi. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2006. Páll Danielsen lesur og Dánjal Tavsen er tøkningur. Froskaslottið er søgan um Kristoffur og hansara ævintýrligu upplivingar í landinum handan luftina. Tveir heimar møtast, og tað skapar eitt sermerkt hugflog við reyðum liggistólum, hoppandi risafroskum, listilærdum marskálkum, systkinabørnum úr Telemark, vættrum og salamandrum. Her er bæði gaman og undran og ikki minst eitt spennandi spæl við orðum og orðafellum. Og tú fært innlit í sorg og sakn á ein klókan og lívgandi hátt. Jostein Gaarder skrivaði og Laura Joensen týddi. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2006. Páll Danielsen lesur og Dánjal Tavsen er tøkningur. Froskaslottið er søgan um Kristoffur og hansara ævintýrligu upplivingar í landinum handan luftina. Tveir heimar møtast, og tað skapar eitt sermerkt hugflog við reyðum liggistólum, hoppandi risafroskum, listilærdum marskálkum, systkinabørnum úr Telemark, vættrum og salamandrum. Her er bæði gaman og undran og ikki minst eitt spennandi spæl við orðum og orðafellum. Og tú fært innlit í sorg og sakn á ein klókan og lívgandi hátt. Jostein Gaarder skrivaði og Laura Joensen týddi. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2006. Páll Danielsen lesur og Dánjal Tavsen er tøkningur. Froskaslottið er søgan um Kristoffur og hansara ævintýrligu upplivingar í landinum handan luftina. Tveir heimar møtast, og tað skapar eitt sermerkt hugflog við reyðum liggistólum, hoppandi risafroskum, listilærdum marskálkum, systkinabørnum úr Telemark, vættrum og salamandrum. Her er bæði gaman og undran og ikki minst eitt spennandi spæl við orðum og orðafellum. Og tú fært innlit í sorg og sakn á ein klókan og lívgandi hátt. Jostein Gaarder skrivaði og Laura Joensen týddi. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2006. Páll Danielsen lesur og Dánjal Tavsen er tøkningur. Froskaslottið er søgan um Kristoffur og hansara ævintýrligu upplivingar í landinum handan luftina. Tveir heimar møtast, og tað skapar eitt sermerkt hugflog við reyðum liggistólum, hoppandi risafroskum, listilærdum marskálkum, systkinabørnum úr Telemark, vættrum og salamandrum. Her er bæði gaman og undran og ikki minst eitt spennandi spæl við orðum og orðafellum. Og tú fært innlit í sorg og sakn á ein klókan og lívgandi hátt. Jostein Gaarder skrivaði og Laura Joensen týddi. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2006. Páll Danielsen lesur og Dánjal Tavsen er tøkningur. 26. og 27. partur Gongustjørnan Libris Hvat hendir á gongustjørnuni Libris Bøkur flúgva avstað og hvørva Hvør er tað sum ikki vil, at fólk skulu lesa bøkur Lítli prinsur og Revur fara í gongd við at kanna tað og finna út av, at talan er um eina søgu um kærleika og øvundsjúku. Landssjúkrahúsið skrásetti 1129 sjúkradagar hjá sjúkrarøktarfrøðin í 2010 og 2052 sjúkradagar fimm ár seinni. Tað vísir eitt innlit, sum útvarpið hevur fingið. Sambært Óluvu í Gong, forkvinnu í felagnum hjá Føroyskum Sjúkrarøktarfrøðinggum, kann orsøkin til vaksandi fráveruna vera, at arbeiðsumstøðurnar eru so vánaligar á fleiri deildum. Forkvinnan í sjúkrarøktarfrøðingafelagnum var herfyri í útvarpinum og segði, at sjúkrarøktarfrøðingar støðast ikki á Landssjúkrahúsinum, men fara í onnur størv, sum ikki eru í sjúkrahúsverkinum. Hóast lánið í Vágatunlinum er um at vera goldið, hevur landsstýrismaðurin givið nevndini í Vágatunlinum boð um, at felagið framvegis skal reka tunnilin og taka bummgjald. Tað er framvegis ein spurningur, hvussu lógin um undirsjóvartunlarnar skal tulkast, og um feløgini, sum reka tunlarnar eisini skulu gjalda tann partin av kostnaðinum, sum Løgtingið hevur sett í. Henrik Old vísir haraftrat á, at tað kann gerast trupult at útvega nóg mikið av peningi til at viðlíkahalda Vágatunnilin, um hann verður partur av landsvegakervinum. Norðoya Sambandsfelag, sigur, at tað er fullkomiliga burturvið, at landsstýrið skal víkja frá upprunaligu ætlanini, sum var, at bummgjaldið skuldi brúkast til at gjalda lánini í Vága og Norðoyatunlinum. Tað er óseriøst og meiningsleyst, at tey, sum eru bundin av at brúka undirsjóvartunlarnar, skulu fíggja henda partin av vegakervinum einsamøll. Jóan Pauli Joensen gekk í skúla hjá D. Danielsen og Pola Petersen í Sørvági. D.Danielsen var markantur, stórur og mýtiskur. Framúr frásøgumaður og legði stóran dent á disciplin í skúlanum. Poli var blíður og legði eitt nú dent á ítrótt, sum var íðkaður á Sandinum. Nýggi lærarin Leif Nolsøe skipaði fyri serligari skúlabarnaferð til Danmarkar. Í 1959 fór Jóan Pauli á preliminerskúla í Vágum. Jóan Pauli Joensen gekk fyrstu tvey árini í Sørvágs skúla og triðja árið á Giljanesi. Hann gekk at lesa í Miðvági og var skóti hjá Haldor Hansen í Sørvági, har tey eisini høvdu eitt ungdómsfelag til ungdómin at savnast í. Eftir eitt ár á studentaskúla í Havn, var Jóan Pauli Joensen læraravikarur í Gásadali. Hetta var ein áhugaverd tíð, sum fekk nýtt lív, tá hann seinni var aftur í bygdini á savningarferð fyri Fróðskaparsetrið. Í 1964 fór Jóan Pauli á studentaskeið í Rønde á Djurslandi, har hann tók prógv eftir tveimum árum. Nú fór hann til rhus at lesa. Hann bardi seg gjøgnum royndina í filosofikum, tók etnologi sum hjágrein og fór undir at lesa søgu. Studentarnir í rhus vóru ikki so nógvir, men studentalívið var spennandi og lívligt, eitt nú veitslurnar í Finnebyens selskabslokaler. Málið er at ala smolt á landi, til tey eru 400 500 gramm til støddar, og síðani verða tey sett út. Hoyr samrøðuna við Regin Jacobsen, stjóra á Bakkafrosti. Úrslit eru rokkin, og nú er ein veruligur møguleiki fyri at fáa enda á krígnum, sigur russiski varaverjumálaráðharrin, Nikolai Pankov, fyri tíðindastovuni Tass. Hinvegin er ov tíðliga at siga, um vunnið er á yvirganginum, heldur Pankov. Russisk flogfør fara framvegis at fremja álop á støðir hjá yvirgangsmonnum, sigur hann. Pankov minnir á, at vápnahvíldin, sum kom í gildi 27. februar, og sum bæði USA og Russland tóku undir við, umfatar ikki Islamskan Stat ella Nusra fylkingina, sum er partur av al Qaeda. 4. og seinasta sending um skaldið Janus Djurhuus. Seinasta sendingin um Janus fevnir um árini 1938 48. Nakað eftir at hann er heimkomin til Føroya, fær hann starvsrætt sín aftur. Seinast í sendingini verður ein niðurstøða gjørd um lyndi og týdning Janusar. Lagt til rættis Hanus Kamban. Uppskot um at broyta grindalógina kemur fyri Løgtingið í dag, tá 1. viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um grind og annan smáhval verður. Eitt nú skal lógin ikki vera galdandi fyri døgling, tí døglingur er friðaður, men eigur at verða avlívaður, um hann ger landgongd. Nísa kann skjótast og Grindalógin skal tískil ikki vera galdandi fyri døgling og nísu, men skal áseta greitt, hvussu nísa verður veidd. Revsingin fyri brot á fráboðanarskylduna hevur elvt til nógv kjak og fleiri atfinningar, serliga frá ferðavinnuni, sum hevur víst á, at fráboðanarskyldan kann styggja ferðafólk burtur. Harumframt skal broytingaruppskotið geva sýslumanninum heimild at lýsa øki á landi ella í loftrúminum sum grindaøki at forða fyri, at skipanir, ið órógva grindadrápið, koma í gildi. Formaður er Jóannes Eidesgaard, næstforkvinna Gunnleyg Durhuus, kassameistari Mary Ann Thomsen, skrivari Kristianna Winther Poulsen og nevndarlimur Tórfinn Højgaard. Úr nevndini fóru Hjalti í Jákupsstovu, ið hevur verið formaður í Reyða Krossi Føroya í fýra ár, og nevndarlimur Hanus Jacobsen. Nýggir varalimir eru Eyrith Guttesen Leyni og Katrin Holm. Frá sum varalimur fór Irena Jacobsen. Læknarnir á Landssjúkrahúsinum høvdu munandi færri sjúkradagar sama tíðarskeið árini 2010 2015, vísir uppgerð Kringvarpið hevur fingið frá Landssjúkrahúsinum. Læknarnir vóru bara burtur í 82 dagar í 2015 svarandi til 0,6 prosent av tíðini. Í 2010 vóru læknar burtur 117 dagar, svarandi til umleið eitt prosent av játtaðu døgunum tað árið. Sama uppgerð vísir, at sjúkrarøktarfrøðingarnir hava nógv meiri sjúkrafráveru í 2010 enn í 2015. Sjúkrarøktarfrøðingarnir vóru burtur 1,6 prosent av tíðini í 2010 og høvdu umleið 1000 sjúkradagar. Í 2015 var talið av sjúkradøgum nærum tvífaldað og lá um 2000, svarandi til 2,8 prosent av tíðini. Talið av sjúkradøgum er lítið samanborið við Danmark. Tað eru regiónirnar, ið varða av sjúkrahúsum í Danmark. Í 2014 var sjúkrafráveran hjá dønum, sum arbeiða hjá kommunum og regiónum, í miðal góð 5,5 prosent. Vit tosaðu um tað á kirkjuráðsfundi, og øll vóru samd um, at vit stuðla ikki Jens Mortani, sigur Claus Olsen, formaður í kirkjuráðnum. Løgfrøðiliga ivamálið, um signingin í donsku hjúnabandslógini eisini er galdandi í Føroyum, er kjarnin í broytingaruppskoti, ið verður lagt fyri Løgtingið. Lógin kann ikki koma í gildi fyrr enn grein 14 stk. 2 er strikað ella umorðað, sigur Bjørt Samuelsen, tingkvinna. Hoyr frásøgnina hjá Sveini Magnasyni úr Løgtinginum og samrøðuna við Bjørt Samuelsen. Hóast Framtak alment sigur seg eiga góð 28 prosent av partabrøvunum í Smyril Line, so hevur almenni grunnurin fyri langari tíð síðani selt meginpartin av sínum partabrøvum. Eg minnist ikki, nær handilin fór fram, sigur nevndarforkvinnan fyri Framtak, Marjun Eystberg, sum heldur ikki vil upplýsa søluprísin. Felagið 12.11.11, sum Skansi Offshore eigur, eigur nú 59,5 prosent av partapeninginum í Smyril Line, og hevur sostatt valdið í Smyril Line. Landsstýrið eigur 16 prosent av partapeninginum í Smyril Line. Landsstýrið kundi bara hyggja at, meðan Framtak seldi meginpartin av sínum partabrøvum í Smyril Line fyri ein prís, sum er langt undir marknaðarvirðið í dag. Tað sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, sum varir av Framtak. Sambært landsstýrismanninum var prísurin somikið vánaligur, at landsstýrið royndi at forða Framtaki í at selja. Poul Michelsen skal í næstum svara skrivligum fyrispurningi um almennu partabrøvini í Smyril Line. Løgtingsmaðurin Ingolf S. Olsen vil millum annað hava landsstýrismannin í vinnumálum at svara, um nøkur almenn partabrøv eru seld og fyri hvønn prís. Útvarpið hevur fyrrapartin roynt at fáa samrøðu við Niels Dann West, stjóra í Framtaki, og Marjuna Eystberg, forkvinnu í nevndini fyri grunnin, men eydnaðist ikki. Í Russlandi eru privatir fjølmiðlar sperdir, teir eru trýstir av politisku skipanini og ríkmonnum, sum vilja diktera pressuna, samstundis sum almennu miðlarnir verða stýrdir av Putin og Kreml. Ivan Kolpakov er blaðstjóri á nýggja miðlinum Meduza, ið skrivar um russisk viðurskifti burturav, men sum hevur høvuðssæti í Riga í Lettlandi. Tað hevur sína serligu grund. Arnold Ludvig og Anna Iachino hava við MonkeyRat og The Hentze Horns útgivið trý talgild stakløg. Ba Da Boom Boom Bass er farið í umfar í útvarpinum, men í morgun spældu tey bæði eina liveútgávu av hesum og einum eldri lag, og tey greiddu frá, hvussu sangirnir vórðu gjørdir. Tey fortaldu eisini um Open Stage Open mic, sum er mikukvøld á Reinsarínum, har tey eggjað fólki til at spæla tónleik, lesa yrkingar upp ella framføra okkurt heilt annað. Í sendingini hesa ferð hoyra vit vocaljazz sangir av uppsamlingsplátuni The Mercury Songbook Disc One. Vit hoyra songkvinnurnar Hellen Merrill, Dinah Washington, Thelma Grayson og Shirley Horn syngja sangir, sum Cole Porter hevur skrivað. Orkestrini eru eisini ymisk, sum spæla undir. Millum annað hoyra vit navnframa Quincy Jones stjórna Clifford Brown Sextet og onnur orkestur. Lagt til rættis Arnold Ludvig. Løgtingið hevur einmælt samtykt eitt broytingaruppskot frá vinnunevndini um, at tingið skal heita á landsstýrið um at endurskoða og dagføra djórverndarlógina og leggja neyðug lógaruppskot fram. Bill Justinussen í Miðflokkinum spyr Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, hvussu nógv hava søkt um familjuískoyti, og hvussu nógv hava fingið játtað hetta ískoyti. Hann sigur, at tað, sum serliga hevur áhuga, er, hvør kann fáa familjuískoyti, tí lógarteksturin er sera nágreiniligur og lutvíst torskildur. Bill Justinussen undrast á, at myndugleikarnir kunnu koma í ta støðu at játta pening til treingjandi fólk, sum myndugleikin seinni skal krevja innaftur. Tí má spurnartekn setast við, um tað bert er umsøkjarin, sum hevur ábyrgd, um hann av órøttum fær familjuískoyti, sigur Bill Justinussen. Ólavsøkan er tann heilt stóri dagurin í Føroyum, og tí hava vit valt 29. juli at vera føroyskan flaggdag í Danmark. Tað sigur danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, sum í dag hevði bjóðað til móttøku viðvíkjandi føroyska flaggdegnum. Móttøkan var á føroysku matstovuni KOKS í Keypmannahavn. Lars Løkke Rasmussen hevði bjóðað Grønlandsnevndini, Føroyanevndini og formansskapinum í Fólkatinginum til móttøkuna. Eisini vóru uttanríkisráðharrin, kristian Jensen og løgmálaráðharrin, Søren Pind, hjástaddir. Føroyski flaggdagurin verður sum nevnt tann 29. juli, og tann grønlendski verður 21. juni. Donald Trump og Hillary Clinton, sum royna at gerast forsetavalevni hjá ávikavist republikanarunum og demokratunum, eru nógv nærri málinum eftir uppstillingarvalini í gjár. Donald Trump sópaði alla mótstøðu til viks, og vann í trimum av fimm statum, har uppstillingarval var í gjár. Hann vann í Florida, Norður Carolina og Illinois. John Kasich, guvernørur í Ohio, vann í heimstatinum. Sambært floksreglunum hjá republikanurunum skal eitt valevni fáa meirilutan av valmonnum í átta statum, skal tað hava møguleika at gerast forsetavalevni. Fyri at gerast forsetavalevni hjá republikanarunum, skalt tú hava undirtøku frá 1237 valmonnum. Hjá demokratunum vann Hillary Clinton á Bernie Sanders í øllum fimm statum. Tá úrslitið hjá republikanarunum í Florida varð greitt, boðaði Marco Rubio, senatorur, frá, at hann gevst í royndunum at gerast forsetavalevni. Tað siga staðbundnu limirnir í Hvítanesnevndini í einum almennum skrivi til løgtingið, aðalráðini í landsfyrisitingini og Tórshavnar kommunu. Á kunningarfundinum varð upplýst, at 6.500 bilar fara at koyra aftur og fram um samdøgrið. Upplýst varð, at tunnilsfelagið hevur fingið øll neyðug loyvi, og at jørð er keypt til endamálið. Fyri Hvítanes fer vegurin at hava fleiri neilig árin, millum annað mist byggilendi og færri møguleikar at vaksa um bygdina, ógvuliga sjónligan veg beint við bygdina, og vandi verður fyri nógvum óljóði av ferðsluni. Á fundinum vístu hvítanesfólk á ymsar møguleikar, sum kunnu verja bygdina fyri árininum av vegnum, sum ætlanin er at gera. Men tey vilja fyrst og fremst hava vegin fluttan longri burtur frá bygdini. Staðbundnu limirnir í Hvítanesnevndini leggja dent kortini á, at fólk á Hvítanesi vilja ikki steðga Eysturoyartunlinum, tí hann er ein skilagóð samfelagslig íløga. Tað er teknistovan Kontrast, ið hevur teknað nýggja kirkjuhúsið í Sørvági, sum vit vitja hesuferð. Vit hitta Mayfinn Norðoy, arkitekt og stjóra á Kontrast, og Torkil Haraldsen, ið er formaður í kirkjuráðnum í Sørvági, meðan Albert Isfeld, arkitektur, fer at umrøða nýggja bygningin. Týskvøldið 15. mars varð nýggi leikurin Jørðin er eitrað frumframførdur á Tjóðpalli Føroya. Vit ummæla nýggja leikin, sum snýr seg um føroyskar hermenn, ið hava verið í kríggi í Afganistan. Vit hitta Georg L. Petersen, ið er upprunin til verkætlanina, Maritu Dalsgaard, ið hevur leikstjórnað og nógv nógv annað í samband við leikin, og Joachim Holbek, ið hevur skrivað tónleikin og ljóðdesignað. Eisini fara Gunnvá Zachariassen, Noomi Reinert og Pætur Dahl at ummæla leikin Jørðin er eitrað. Hoyr sendingina her Løgtingið samtykti fyri løtu síðani at beina uppskotið um at broyta hjúnabandslógina, so samkynd kunnu verða vígd borgarliga, aftur í Trivnaðarnevndina. Tá varð eitt broytingaruppskot lagt fram, sum skuldi tryggja, at samkynd, sum eru borgarliga vígd, ikki kunnu verða signað í kirkju. Í 1999 var 29 ára gamla Anna B genholm farin at standa á skíð í Norðurnoregi. Veðrið var gott, og hon skíðaði oman eftir einari brekku beint við eina avísaða á. Komin nakað oman missir hon balansuna og dettur á ryggin. Hon fer skreiðandi oman eftir brekkuni og út á ta frystu ánna. Knappliga brotnar ísurin, og hon søkkur í ísakaldu ánna. Tvey vinfólk hjá Onnu, sum eisini stóðu á skíð henda dagin, gjørdu skjótt av og royndu at bjarga henni. Tey fingu fatur á beinunum á henni og hildu fast, so hon ikki skuldi verða drigin longur undir ísin, men tey orkaðu ikki at fáa hana leysa. Har lá so Anna í ísaøldu ánni. Undir ísinum var ein lummi av luft, har hon kann anda, men eftir 40 minuttum í tí ísakalda vatninum, var hon blivin so køld, at hjartað gavst at sláa. Hvat hendi við Onnu, koma vit aftur til um eina løtu, tí hennara søga gav íblástur hjá nøkrum granskaraum, hvussu ein kann bjarga lív, sjálvt tá ið hjartað er steðgað, og heilin ikki virkar longur. Sjálvt um ongi lívstekin koma frá Onnu undir ísinum, halda vinirnir fast, og tað gongur ein góður tími, aðrenn bjargingartyrlan kemur. Læknarnir royna at blása luft í lunguni og geva henni hjartamassasju fyri, at blóðið skal sirkulera í kroppinum, men vónirnar eru ikki góðar, tí hon sær út til at vera steindeyð. Men hóast kroppurin á Onnu er ísakaldur, bara eini 13 hitastig, geva læknarnir ikki upp. Teir halda, at tað ber kanska til at fáa lív í hana aftur og avgera at hita hana spakuliga upp. Tað er henda søgan, sum hevur givið læknum hugskotið at køla kroppin langt niður, tá ið ein skal skurðviðgera ein í hjartað ella líknandi skjótt, til dømis í bráðmóttøkuni. Hugskotið er, at tá ið ein skal skurðviðgera skjótt, verður sjúklingurin drenaður fyri blóð, og kalt saltvatn verður sproytað inn í æðrarnar í staðin. Og 20 minuttir seinni er kropshitin komin niður á 10 stig. Heilaskaði hendur vanliga eftir góðar fimm minuttir uttan ilt, men í hesum føri ber til at fáa eitt longri skotbrá at skurðviðgera í. So tá ið læknarnir eru lidnir við skurðviðgerðina, verður blóðið koyrt í æðrarnar aftur og likamið spakuliga hita uppaftur, og tá ið kropshitin er komin upp á ein ávísan hita, fer hjartað at sláa, og heilin fer at virka normalt aftur, eins og hjá Onnu B genholm. Hetta er ikki beinleiðis nýtt, ella tað at køla likamið niður verður brúkt í dag. til dømis tá ið mann leggur fólk í eftirgjørda koma, kølir mann tey niður í eini 32 33 hitastig fyri at bjarga heilanum, og kroppurin lættari fær komið fyri seg. Men at køla likamið niður í 10 stig, har tað so liggur uttan blóðrensl, hjartasláattur ella heilavirknað í fleiri tímar, ja, tað gevur nakrar møguleikar medisinskt, men tað flytur eisini hugtakið um deyðan. Lurta eftir sendingini og hoyr yvirlæknan á bráðmóttøkuni á Landssjúkrahúsinum, Høgni Djurhuus, greiða frá hvussu tey hava kølt sjúklingar niður í Føroyum. Og tað er eisini hent í Føroyum, at fólk hava ligið úti í kulda leingi og kropshitin er fallin rættliga nógv. Neurologarnir stóðu og gánaðu, tá ið italski skurðlæknin, Sergio Canavero, segði hesi orð á eini ráðstevnu í fjør. Tað, sum Sergio sipaði til, var framløgan, hann júst hevði havt, tá hann í fullum álvara hevði greitt frá, hvussu hann ætlaði at flyta, transplantera høvdið á einum manni yvir á ein nýggja kropp. Í stuttum. Ætlanin er at skera høvdið av einum, sum er heiladeyður og koyra tað burtur. Skera høvdið av einum øðrum og flyta tað yvir á kroppin hjá tí heiladeyða. Tað er 30 ára gamli Valerij Spiridonov, ið hevur játtað seg til hesa transplantatión. Hann hevur ein sjáldsama sjúku, spinal muskuler atrofi, ið ber í sær, at frá barnsbeini doyggja nervakyknurnar. Hann er í dag krypil og fer skjótt at doyggja, um onki verður gjørt. Tí játtar hann at flyta sítt høvd frá sínum kryplaða kroppin til ein sunnan kropp. Fyri at eira vevnaðinum undir skurðviðgerðini, verður tað fyrsta, sum verður gjørt, júst tað, sum vit hava umrøtt. Kropparnir verða køldir niður til 10 hitastig. Hetta fyri at verja nervakyknur og annað. Tað er vælkent, at ein verður lammaður, um nervarnir í mønuni fáa skaða. Men Sergio sigur, at tá eru nervarnir ofta sundurskræddir, og hava fingið óbótaligan skaða. Hann ætlar at skera nervarnar yvir, við einum ultrahvøssum knívi, 0,00001 mm, og líma nervarnar saman við einum sukurevnið PEG. Tí verður Sergio ikki einsamallur um hesa uppgávu. Einir 150 læknar og sjúkrasystrar skulu hjálpa til ta mettu 36 tíma longu skurðviðgerðina. Longu í sjeytiárunum transplanteraði mann høvdið á eini apu yvir á eina aðra. Apan lammaðist, men doyði ikki beinavegin. Og seinastu árini hevur tað eydnast at transplantera armar, bein, andlit, ja entá ein pissiling, og hesar transplantatiónir hava riggað fínt, so hví ikki eitt høvd. Tað er eitt samband millum lívsførslu og sáðkynurnar hjá monnum. Tað hevur leingið verið vitan, at lívsstílurin hjá mammuni kann skaða tað ófødda barnið, so sum royking, alkohol ella tað at eta PCB og kykksilvurfylta grind. Men nú vísir nýggj gransking, at lívsstílurin hjá monnum, beinleiðis kann yvirførast til tað ófødda barnið, og nú tosa vit ikki um royking ella rúsdrekka, men fita. Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur, sigur, at nøkur fá skjøl eru eftir at kanna, og væntandi verður málið klárt at lata ákæruvaldinum hesa vikuna. Tað var í januar, at løgreglan framdi umfatandi rannsókn á eini bilasølu í Havn, og hald varð lagt á fleiri bilar. Hetta er ein av teimum bilasølunum, ið innflytur brúktar bilar. Løgreglan hevur lagt hald á til samans fimm bilar. Akstovan er uppi í málinum, segði Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur, við Kringvarpið tá. Afturi í 2011 gjørdi Framtak ein partaeigarasáttmála við Skansa Offshore, sum noyddi grunnin at selja meginpartin av sínum partabrøvum fyri ein fastan kurs, ið vísir seg at vera nógv lægri enn marknaðarvirðið á Smyril Line í dag. Vit kendu ikki framtíðina hjá Smyril Line tá afturi í 2011. Og gjørdu vit ikki hesa avtaluna, so var helst einki Smyril Line til í dag. Tað sigur Niels Dann West, stjóri í Framtaki, nú grunnurin hevur selt meginpartin av sínum partabrøvum til privata partaeigaran partafelagið 12.11.11, sum er eitt felag hjá Skansa Offshore. Skansi Offshore kom inn í Smyril Line í sambandi við umskipanina av felagnum í september 2011. Stóri privati íleggjarin, sum kom at eiga 29 prosent av partapeninginum, hevði eitt ófrávíkiligt krav rættin til at fáa meirilutan í felagnum. Tann rættin skuldi Framtak, sum eftir umskipanina átti góð 28 prosent, tryggja. Tí gjørdu Framtak og Skansi Offshore ein partaeigarasáttmála, sum tryggjaði Skansa keypsrættin til júst so nógv partabrøv frá Framtak, at Skansi kom at eiga 51 prosent. Innara virðið í Smyril Line varð tá, eftir umskipanina í 2011, ásett til 121. Sambært partaeigarasáttmálanum kundi Skansi keypa fyri kurs 130. Áðrenn freistin var úti, í november í fjør, avráddi Skansi at gera keypsrættin galdandi. Felagið keypti 22 prosent av partapeninginum, sum Framtak átti, og kom harvið upp á tey 51 prosentini samanlagt. Prísurin var 32 milliónir krónur, samsvarandi partaeigarasáttmálanum frá 2011. Men Smyril Line er eitt annað felag í dag enn í 2011. Eftir umleggingina í 2011 varð kapitalgrundarlagið og gjaldførið munandi styrkt. Felagið framdi eina røð av broytingum og fór at tjena pengar. Roknskaparárini 2011 til 2014, sum er nýggjasti roknskapur hjá felagnum, hevur Smyril Line havt 89 milliónir í yvirskoti. Sama tíðarskeið er eginpeningurin farin úr 136 upp í 216 milliónir. Afturat hesum kemur roknskapurin fyri 2015, sum væntandi verður eitt gott ár hjá felagnum. Tað er ringt at seta kursvirði á eitt felag, sum ikki er skrásett á keypsskálanum. Men til ber at staðfesta, at innara virðið er nærum tvífaldað síðan 2011. Og hartil kemur virðið á teimum partabrøvum, sum geva keyparanum meirilutan. Alt hetta fær Framtak ikki ágóðan av. Partaeigarasáttmálin frá 2011 forðar grunninum í at selja til eitt marknaðarvirði, sum tá avtornaði, vísti seg at vera rættiliga nógv hægri enn í 2011. Kortini verjir Niels Dann West, stjóri í Framtak, ta avtalu, sum grunnurin gjørdi í 2011. Kurs 130 var ein góður marknaðarprísur afturi í 2011. Og tá vit vóru nøgd við avtaluna í 2011, so mugu vit eisini vera nøgd í dag, sigur Niels Dann West. Hann upplýsir, at keypsrætturin við tí fasta kursinum var eitt krav frá nýggja privata íleggjaranum fyri at vera við. Eingin sølurættur er í avtaluni millum Framtak og Skansa Offshore. Tað kann benda á, at Framtak afturi í 2011 átók sær ein vanda við at hanga upp á partabrøvini, um illa stóð til, men frásegði sær møguleikan fyri tí stóra vinninginum, um íløgan vísti seg at hilnast væl. Okkara vinningur lá í kursmuninum frá 121 til 130, og tað mettu vit tá vera í lagi, sigur Niels Dann West, sum ikki vildi gera samrøðu við útvarpið mikudagin. Skansi Offshore eigur nú 59,5 prosent av Smyril Line og stýrir tí felagnum. Umframt partabrøvini frá Framtaki hevur Smyril Line keypt partabrøv frá øðrum privatum íleggjarum. Í ár eru 20 ár síðan Rættarhjálpin fór til verka og tað koma altsamt fleiri frispurningar hvørt ár, sigur Kristina Samuelsen dagligur leiðari á Rættarhjálpini. Rættarhjálpin verður fíggjað frá landinum og statinum, 375.000 frá danska løgmálaráðnum og 50.000 frá landskassanum. Útreiðslurnar hjá Rættarhjálpini eru 372.568krónurog tað er altso eitt avlop í 2015 uppá góðar 52.000 krónur. Rættarhjálp Føroya hevur til endamáls at bjóða fría løgfrøðiliga hjálp og ráðgeva einstaklingum. Rættarhjálpin í Føroyum er mannað við løgfrøðingum, ið starvast hjá tí almenna, privatum fyritøkum og á advokatskrivstovum. Rættarhjálpin hevur tagnarskyldu og allar áheitanir verða viðgjørdar í trúnaði. Landsrætturin hevur lækkað bótina hjá trimum fólkum í Sea Shepherd felagsskapinum fyri teirra lut í grindadrápinum í Bø 23. juli í fjør. Hinvegin staðfesti Landsrætturin avgerðina hjá Føroya Rætti, um at ein maður hjá Sea Shepherd, sum legði upp í grindadrápið í Bø, skal bøta 25.000 krónur. Landsrætturin hevur hækkað bótina hjá einum manni hjá Sea Shepherd, sum ikki vildi gera eftir boðum frá løgregluni, tá hann varð biðin um at flyta seg í sambandi við grindadrápið í Sandagerði í Havn, eisini 23. juli. Bótin í Føroya Rætti var 5.000 krónur, men Landsrætturin hækkaði hana upp í 12.500 krónur Landsrætturin hevur eisini staðfest avgerðina hjá Føroya rætti um, at Sea Shepherd skal gjalda 75.000 krónur í bót. Jógvan Páll Lassen var verji hjá Sea Shepherd. Hann staðfestir, at Landsrætturin hevur brúkt tað, sum Vinnunevndin hjá Løgtinginum segði um revsingina fyri at bróta grindalógina. Á fundinum varð avtala at lýsa, hvussu familjurættarliga økið er skipað, og fyritreytirnar fyri at yvirtaka málsøkið. Næsti samráðingarfundur verður í Keypmannahavn fyrst í mai mánaði. Heilsu og innlendismálaráðið sigur, at miðað verður eftir at leggja uppskot um at yvirtaka málsøkið fyri tingið í næstu tingsetu, og at familjurættarliga økið kemur á føroyska hendur á ólavsøku í 2018. Hann sigur, at um KÍ skal enda á evropeiskum plássi í ár, so mugu teir taka stig frá teimum bestu. Fyribils dumpaðu teir, tá hugsað verður um dystin móti NSÍ. Sigfríður Clementsen heldur eisini, at føroyameistarin, B36, manglaði kreativitet í dystinum móti Skála. Hann leggur afturat, at sigurin kann vísa seg at blíva sera týdningarmikil fyri Skála Forkvinnan í Trivnaðarnevndini, Katrin Kallsberg, sigur seg vóna og vænta, at málið verður liðugt avgreitt í nevndini innan ta tíð, men hon kann ikki veita vissu fyri tí. Stendur tað til hennara, at fer nevndin bara at arbeiða við spurninginum um grein 14, stykki 2, tí hetta var høvuðsorsøkin til, at tinglimir vildu hava málið aftur í nevnd. Fyri at fáa nøkur av teimum, sum ivast, at atkvøða fyri borgarligari vígslu av samkyndum gjørdu uppskotsstillararnir eitt broytingaruppskot, har mælt verður til at taka grein 14, stykki 2 úr hjúnabandslógini ella at umorða hesa greinina. Men tað hildu fleiri tingfólk vera ov ógreitt, og mæltu til at beina málið aftur í nevnd. Mál, sum ikki eru liðugt viðgjørt í tinginum, tá tingið fer í summarfrí, fella burtur, tí á ólavsøku byrjar nýggj tingseta. Tórshavnar Kommuna ætlar at útbyggja eystara havnarøki við 124.000 fermetrum. Men Býarskipanarnevndin mælir frá at broyta byggisamtyktina fyri økið. Upprunaliga skuldi útbyggingin vera nógv størri. Byggjast skuldi út fyri Skansanum, men tann parturin av ætlanini varð sleptur. Ístaðin ætlar kommunan at byggja út frá verandi havnarøki. Skal hetta gerast, má byggisamtyktin fyri økið broytast, men tað sleppur kommunan ikki, um tað verður, sum býarskipanarnevndin hjá landinum mælir til. Nevndin hevur viðgjørt málið og sigur í avgerð sínari, at hon samanumtikið metir, at tað ikki er góð planlegging at staðseta eina stóra góðs og bingjuhavn beint útfyri miðbýin i Havn. Býarskipanarnevndin heldur, at havnin hevði ligið betri aðrastaðni í kommununi, helst burtur frá bygdum øki, har ferðsluviðurskiftini eru betri, og har tað slepst undan ampa av ferðslu, óljóði og øðrum. Nevndin heldur eisini, at útbyggingarmøguleikarnir aftaná ætlaðu útbyggingina eru avmarkaðir. Kommunan kann tí koma í ta støðu, at Tórshavnar Havn ikki fer at nøkta tørvin í framtíðini, hóast hon verður útbygd nú. Býarskipanarnevndin mælir frá, at uppskotið um at broyta byggisamtykina fyri havnarøkið verður góðkent. Nevndin heldur, at kommunan átti at kannað aðrar staðsetingar í kommununi. Tórshavnar Kommuna kann senda Heilsu og Innlendismálaráðnum svarskriv til niðurstøðuna hjá Býarskipanarnevndini hjá landinum. Freistin hjá kommununi at svara er 1. apríl. Býarskipanarnevndin hjá landinum er bert ráðgevandi. Endaligu avgerðina, um Tórshavnar Kommuna sleppur at broyta byggisamtyktina, tekur landsstýriskvinnan í kommunumálum. Froskaslottið er søgan um Kristoffur og hansara ævintýrligu upplivingar í landinum handan luftina. Tveir heimar møtast, og tað skapar eitt sermerkt hugflog við reyðum liggistólum, hoppandi risafroskum, listilærdum marskálkum, systkinabørnum úr Telemark, vættrum og salamandrum. Her er bæði gaman og undran og ikki minst eitt spennandi spæl við orðum og orðafellum. Og tú fært innlit í sorg og sakn á ein klókan og lívgandi hátt. Jostein Gaarder skrivaði og Laura Joensen týddi. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2006. Páll Danielsen lesur og Dánjal Tavsen er tøkningur. Hetta var veitsla, sum 350 fólk úr mentanarumhvørvinum vóru boðin í. Millum teirra vóru Eivør og Tróndur. Eivør greiddi í morgunsendingini frá kvøldinum, hvat tey gjørdu og hvat tey ótu, og ikki minst, hvussu tað var at hava Joachim prins sum borðharra. Skalt tú inn at sita í meira enn eitt ár, kanst tú ikki sita í Føroyum, men tú mást til Danmarkar at sita. Sum føroyingur í donskum fongsli ert tú ikki líka væl fyri sum danir, tí tað er til dømis ikki líka lætt at fáa vitjan, tá familja og vinfólk tíni eru í Føroyum. Hetta er ein trupulleiki, sum hevur verið umrøddur á Fólkatingi, tó uttan at nakað er spurt burturúr. Og sum heild er hetta eitt lítið umrøtt evni í føroyskum og donskum miðlum. Nú er Tróndur Dalsgarð, sum lesur á Danmarks Medie og Journlisthøjskole, saman við tveimum floksfeløgum farin undir at siga søguna hjá føroysku fangunum í Danmark. Felagsskapurin millum Danmark, Grønland og Føroyar stendur fyri avbjóðingum. Nógvir grønlendingar og føroyingar halda, at Danmark hevur framvegis ov stóra ávirkan á teirra samfeløg, og teir síggja onnur perspektiv. Veðurlagsbroytingar og globalisering lata upp fyri nýggjum handilsleiðum, olju, mineralum og ávirkan. Í fleiri hundrað ár hevði Danmark óavmarkað vald yvir Grønlandi og Føroyum men trongdin til sjálvræði hevur leingi skorað á. Í hesi røðini siga vit frá søguni tey seinastu 300 árini um møti millum veiðumenninar, missionerarnar, kongarnar og fiskimenninar. Er framvegis grundarlag undir einum felagsskapi Millum annað at fleiri sleppa at útbúgva seg til lækna, at útbúgvingin er stytt, og at pensjónsaldurin er hækkaður. Danska læknafelagið fegnast um framrokningarnar. Felagið vísir kortini á, at stóra avbjóðingin er at tryggja, at læknar verða útbúnir innan tær sergreinar, sum samfelagið hevur brúk fyri, og at teir verða settir í starv har í landinum, sum tørvurin er størstur. Í morgin verður álitið um royndaruppsøluna loksins lagt fyri Løgtingið. Tað sigur Bjarni Hammer, formaður í Vinnunevndini í Løgtinginum. Tjóðveldi og Framsókn eru um at missa tolið við Javnaðarflokkinum, sum ikki hevur megnað at standa saman um stór politisk mál, síðan samgongan tók við. John Johannessen, politiskur viðmerkjari, var í sjónvarpssstovuni og metti um lívilíkindini hjá samgonguni, har Javnaðarflokkurin hevur ilt við at standa heilur. Búskaparstøðan, arbeiðsloysi og vantandi útbúgvingar eru nakrar stórar avbjóðingar, sum vit mugu loysa. Men tað, sum trokar mest á beint nú, er at fáa eitt so gott infrakervi, sum TIT hava. Tað sigur grønlendski landsstýrisformaðurin, Kim Kielsen, sum koma á almenna vitjan í dag. Í morgin gongur leiðin til Klaksvíkar og Fuglafjarðar, har Kim Kielsen við fylgi millum annað skal vitja Kósina í Klaksvík og Pelagos í Fuglafirði. Hanna Jensen úr Framsókn og Jenis av Rana úr Miðflokkinum eru bæði virkin í samkomuhøpi, men í spurninginum um at loyva samkyndum pørum at giftast borgarliga eru tey í hvør sínum parti. Hanna er fyri og Jenis ímóti. Hanna Jensen legði sjálv fjórða uppskotið fyri Løgtingið, og fyri hana hevur tað havt avleiðingar. Henni er noktað at vera virkin í samkomuni í Filadelfia í Gøtu. Sjóvinnuhúsið á Vestaru bryggju í Havn verður gistingarhús, og salsiloin verður matstova. Tórshavnar býráð skal nú taka støðu til ein sáttmála við Smyri Line um at leiga Sjóvinnuhúsið í 30 ár. Havnarmeistarin mælir býráðnum til at taka undir við leigusáttmálanum. Málið skuldi koma fyri á býráðsfundi í gjárkvøldið, men sambært gerðabókini varð tað tikið av skrá. Sambært uppskotinum um leigusáttmálan, sum also skal verða galdandi í 30 ár, skal Smyril Line rinda fyri at umbyggja Sjóvinnuhúsið til gistingarhús. Í Sjóvinnuhúsinum vera 91 dupultkømur og fleiri smærri fundarhøli. Í saltsiloini verður matstova á niðastu hædd til 350 fólk, og á aðru hædd verður ein minni matstova. Á fjórðu hædd verða hølir til fyrilestar og annað til umleið 300 fólk. Sambært uppskotinum um leigusáttmálan skal Smyril Line rinda 3,3 milliónir krónur í leigu um árið. Fyrstu tvey árini verður leiguupphæddin tó 1,7 milliónir krónur um árið. 29. og 30. árið verður leigan slakar tvær milliónir um árið. Heldur leigusáttmálin fram, eftir at tey 30 árini eru farin, verður leigugjaldið aftur 3,3 milliónir um árið, stendur í uppskotinum um leigusáttmálan við Smyril Line um Sjóvinnuhúsið. Fuglafjarðar Býráð samtykti á fundi mikukvøldið at geva Havsbrún loyvi til at byggja ein nýggjan lýsitanga úr stáli, sum verður góðar 7.000 rúmmetrar til støddar. Haraftrat hevur Havsbrún fingið loyvi til at byggja tríggjar smærri lýsitangar 300 rúmmetrar hvør millum mjølgoymsluna og smiðjuna. Har hevur Havsbrún fimm tangar frammanundan. Havsbrún fekk eisini byggiloyvi til eina nýggja fóðurgoymslu á havnarlagnum. Øll byggiloyvini til Havsbrún vórðu einmælt samtykt í býráðnum. Vinskapur millum landsstýrismannin, Johan Dahl, og íleggjaran, Tummas Justinussen, gjørdist eitt mál í landsstýrinum beint eftir, at Løgtingið í september 2011 hevði samtykt at umskipa kapitalviðurskiftini í Smyril Line. Eg gjørdi bara tað, sum eg skuldi, nevniliga at eftirkanna heimildirnar sambært galdandi lóg, sigur Aksel V. Johannesen, sum yvirtók málið at avgreiða, tá Johan Dahl gjørdist ógegnigur vegna vinskap. Eitt felag hjá Skansi Offshore, partafelagið 12.11.11, gjørdi herfyri sín keypsrætt galdandi og keypti 22 prosent av partapeninginum í Smyril Line frá Framtaki fyri 32 milliónir krónur. Skansi Offshore hevur nú einsamælt ræði á Smyril Line. Løgtingið fer í dag at viðgera eitt uppskot frá Miðflokinum, um at sjúkrahúsverkið skal gjalda ferða og uppihaldsútreiðslur fyri ein fylgjara við sjúklingi, sum verður sendur av landinum til viðgerðar og endurvenjingar. Sambært uppskotinum kann sjúkrahúsverkið í serligum førum ávísa tveir fylgjarum við sjúklingi, sum er undir 18 ár. Umleið 2200 sjúklingar verða sendir av landinum til viðgerðar um árið. Í meðal fáa tveir triðingar av teimum játtaðan fylgjara, og kostnaðurin verður mettur at vera millum seks og sjey milliónir krónur. Ilt er at meta, hvussu nógv fara at taka av nýggja tilboðnum um persónligan fylgjara. Leysliga mett verður kostnaðurin millum tríggjar og hálva fjórðu millión krónur um árið, sigur Miðflokkurin. Bergur og Elin Hentze, nevndarlimir, siga, at nógv er at dagføra í dagliga arbeiðnum hjá ferðaleiðarunum, og lønarviðurskiftini hjá teimum skulu eisini viðgerast. Froskaslottið er søgan um Kristoffur og hansara ævintýrligu upplivingar í landinum handan luftina. Tveir heimar møtast, og tað skapar eitt sermerkt hugflog við reyðum liggistólum, hoppandi risafroskum, listilærdum marskálkum, systkinabørnum úr Telemark, vættrum og salamandrum. Her er bæði gaman og undran og ikki minst eitt spennandi spæl við orðum og orðafellum. Og tú fært innlit í sorg og sakn á ein klókan og lívgandi hátt. Jostein Gaarder skrivaði og Laura Joensen týddi. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2006. Páll Danielsen lesur og Dánjal Tavsen er tøkningur. Froskaslottið er søgan um Kristoffur og hansara ævintýrligu upplivingar í landinum handan luftina. Tveir heimar møtast, og tað skapar eitt sermerkt hugflog við reyðum liggistólum, hoppandi risafroskum, listilærdum marskálkum, systkinabørnum úr Telemark, vættrum og salamandrum. Her er bæði gaman og undran og ikki minst eitt spennandi spæl við orðum og orðafellum. Og tú fært innlit í sorg og sakn á ein klókan og lívgandi hátt. Jostein Gaarder skrivaði og Laura Joensen týddi. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2006. Páll Danielsen lesur og Dánjal Tavsen er tøkningur. Bólkarnir fáa millum 20 og 25 minuttir á palli hvør, meðan ein dómsnevnd metir um, hvør bólkur skal vinna kappingina og umboða Føroyar á tí stóra tungmálmsfestivalinum Wacken í Týsklandi seinni í ár. Tá allir bólkarnir hava verið á palli, og dómararnir tosað saman, fer nýggjasta skoti í tunga endanum av føroyska rokkpallinum, Hamradun, at spæla. Teitur Egholm Fossaberg, fyriskipari, vitjaði Góðan morgun Føroyar saman við tveimum dómarum, J rg D sedau úr Týsklandi og Søren Weiss úr Danmark. Sambært lógini um viðarlundir hevur Skógfriðingarnevndin framvegis evstu ábyrgd av skógfriðaðum lendi, men allar fíggjarligu heimildirnar eru hjá Umhvørvisstovuni. Sostatt eru materiellu og fíggjarligu heimildirnar á hvør sínum stað, og tað elvir til áhaldandi fyrisitingarligar trupulleikar, sigur Sirið Stenberg. Landsstýriskvinnan er av tí fatan, at tíðin er farin frá einari skipan, har slíkar heimildir eru hjá nevndum uttan fyri almennu fyrisitingina. Sambært uppskotinum verða spardar umleið 70.000 krónur um árið við at taka Skógfriðingarnevndina av, og 30.000 40.000 krónur verða spardar í effektiviseringum í arbeiðsgongdini á Umhvørvisstovuni. Eftir uppskotinum skulu avgerðir nú kunnu kærast til kærunevndina í lendismálum, og Umhvørvisstovan skal eisini frammanundan góðkenna øll inntriv í skógfriðað lendi. Sjeynda hvør kvinna í Føroyum er neyðtikin ella hevur verið fyri neyðtøkuroynd. Tað vísir ein spurnarkanning, sum spyr.fo hevur gjørt fyri blaðið Kvinnu . Roknað í tølum merkir tað, at 2272 kvinnur hava verið fyri neyðtøku ella neyðtøkuroynd. Triðja hvør kvinna hevur upplivað kropsligan ágang sambært kanningini. Fjórða hvør av teimum spurdu kvinnunum í kanningini hevði upplivað munnligan ella skrivligan ágang, har kvinnurnar hildu, at farið varð um mark. Verkætlanin verður gjørd fyri at fáa til vega grundarlag undir langtíðarætlanunum á økinum. Ætlanin tekur støði í fólkatalinum, og hvussu fólkatalssamansetingin fer at broytast. Ein partur av íløgutørvinum er at dagføra bygningar, sum ikki eru tíðarhóskandi longur, og ein annar partur er at útvega nýggj búpláss. Verkætlanarbólkurin verður mannaður við umboðum fyri teknisku fyrisiting og trivnaðarfyrisitingina. Onnur koma upp í arbeiðið seinni, verður tørvur á tí. Fólkakirkjan er eisini mentanarberi. Mangir kirkjumenn hava skrivað og yrkt og hugsa stórar tankar, og hetta er farið gjøgnum kirkjuna út í samfelagið. Rógvi greiðir eisini frá nýggju fløguni Where Is the Sun , ið hann hevur givið út undir pallnavninum Røkkvi, og hví hann heldur brúkar eftirnavnið Odvørson enn Á Lakjuni , sum hann annars varð navngivin. Jacob Vestergaard, tingmaður fyri Fólkaflokkin, sigur seg als ikki taka undir við uppskotinum hjá floksfeløgum sínum um at broyta kommunustýrislógina. Uppskotið var til viðgerðar fyrrapartin. Í savninum vera alskyns lutir, ið hava samband við Havnina. Hetta eru lutir, sum Birgar Johannesen hevur savnað tey seinastu mongu árini. Einki er at ivast í, at nógv er farið burtur, sum ikki skaffast aftur, men nú hava fólk eitt alternativ til brennistøðina, sigur Birgar Johannesen. Í útgávuni eru eitt nú samrøður við Jens Martin Knudsen og Gunnar Nielsen, Levi Hanssen lýsir ein gerandisdag í lívinum hjá einum vanligum føroyskum fótbóltsspælara, og vit koma nærri at Skansanum, Víkingi og fleiri við teimum. Ryan Mason er ein av teimum, sum ger Glory, sum blaðið eitur. Tað fæst til keyps á netinum, og sambært Ryan Mason hava tey selt bløð heilt úr Svøríki til Brasil. Vit valdu Føroyar til fyrstu útgávuna, tí føroyska fótbóltslandsliðið hevur nøkur fantastisk úrslit at vísa á. Alt frá Eysturríki á sinni til sigrarnar á Grikkalandi. Men so hava tit eisini nakað, sum onnur lond ikki hava, og tað eru nakrar ótrúliga pallmyndir kring tykkara fótbóltsvøllir. Harumframt er áhugin fyri fótbólti í Føroyum so stórur sum onga aðrastaðni, sigur Ryan Mason. Bæði Kaj Leo Holm Johannesen, fyrrverandi løgmaður og nú eisini Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, leggja upp til, at gamla danska skipanin við skrásettum parlag ella okkurt sum líkist tí lógini, kann verða samtykt í staðin fyri broytingin í hjúnarbandslógini. Men LGBT vil ikki vita av gomlu serlógini. Felagsskapurin millum Danmark, Grønland og Føroyar stendur fyri avbjóðingum. Nógvir grønlendingar og føroyingar halda, at Danmark hevur framvegis ov stóra ávirkan á teirra samfeløg, og teir síggja onnur perspektiv. Veðurlagsbroytingar og globalisering lata upp fyri nýggjum handilsleiðum, olju, mineralum og ávirkan. Í fleiri hundrað ár hevði Danmark óavmarkað vald yvir Grønlandi og Føroyum men trongdin til sjálvræði hevur leingi skorað á. Í hesi røðini siga vit frá søguni tey seinastu 300 árini um møti millum veiðumenninar, missionerarnar, kongarnar og fiskimenninar. Er framvegis grundarlag undir einum felagsskapi Avlopið fyri skatt var 8,4 milliónir krónur. Kappingin á fjarskiftismarknaðinum eisini príslækkingar fyri reiking uttanlands og internet á fartelefonini ávirkaðu eisini umsetningin og úrslitið. Eitt nú fór Vodafone í fjør at bjóða fría talu og bíligari data í Norðurlondum og Evropa, og prísurin á datapakkum í Føroyum lækkaði eisini. Gudny Langgaard, stjóri í Vodafone, sigur, at hildið verður fram at gera íløgur í at menna 3G og 4G netið til fartelefonir í hesum árinum. Íbúgvarnir á Viðareiði nýtast ikki longur óttast fyri, at tey skulu koyra eftir Viðareiðisvegnum komandi vetur. Longu í summar kann nýggi tunnilin til bygdina takast í nýtslu. Tað skrivar Landsverk. Í dag skrivaðu Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, og John Eli Olsen, stjóri í El Service, undir sáttmála um alt elarbeiðið í tunlinum. El Service átti lægsta boð, 7,3 milliónir krónur, ið fevnir um at seta upp ljós og trygdarútgerð í tunlinum. Nýggja farleiðin fevnir um 1.950 metrar langa tunnilin við portalum, og 3.700 metrar tilkoyringarveg Hvannasundsmegin og úr Miðdali til Viðareiði. Seinastu ferðslutølini, sum eru frá 2012, vísa, at 432 akfør um samdøgrið koyrdu eftir Viðareiðisvegnum. Í 2024 er ferðslan mett at vera komin upp í 510 bilar um samdøgrið. Samlaði fíggjarkarmurin til Viðareiðis er 162 milliónir krónur. Arbeiðið við nýggju viðareiðisfarleiðini hevur gingið avbera væl. So væl, at tunnilin kann takast í nýtslu longu í ár, sum er eitt heilt ár áðrenn upprunaligu ætlanina, skrivar Landsverk. Eg gjørdi tað, sum eg skuldi, og flutti málið út í Fíggjarmálaráðið at avgreiða, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, sum tá var løgmaður og hevði eftirlitisskyldu við sínum landsstýrisfólkum. Eitt felag hjá Skansa Offshore, partafelagið 12.11.11, gjørdi herfyri sín keypsrætt galdandi og keypti 22 prosent av partapeninginum í Smyril Line frá Framtaki fyri 32 milliónir krónur. Skansi Offshore hevur nú einsamalt valdið í Smyril Line. Eftir at hava ligið tríggjar mánaðir í Vinnunevndini, kom uppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, um uppboðssølu, loksins aftur í løgtingið. Tað eru føroyingar, ið umvegis starv sítt hava nógv samskifti við útlendingar og hava høvi at bjóða Føroyar fram sum fundar og ráðstevnustað. Endamálið er, at ferðavinnan verður virkin alt árið. Samgongutingfólk hava verið ivasom um uppboðssølu av parti av kvotuni í Barentshavinum, og parti av uppsjóvarkvotunum, men samgongan er samd um málið, og uppskotið verður samtykt, sum tað sær út nú, eftir at tað er komið úr Vinnunevndini, sambært landsstýrismanninum í Vinnunevndini. Spurningarnir snúgva seg um, hvørt mann skal biðja um at fáa læntar pengar aftur, um man skal melda ein vinmann fyri at koyra við ongum koyrikorti og um eina vermóðir, sum ikki er so vinalig. Tær báðar eru nú staddar í Peru, og siga okkum frá hvussu lívið er á sínari ferð. Eisini práta vit eitt sindur um hvussu tær hava fyrireikað ferðina, og spyrja um tær vilja viðmæla øðrum at gera tað sama. Eisini ringdu vit til Sonju Wang Hansen og Gunnhild Persson, sum seinastu mánaðirnar hava veirð og fjakkað í Norður og Suður Amerika. Eva Brekkstein, leiðari á ungdómsdeildini hjá Eik, kom eisini við góðum ráðum, um hvussu ein best sparir sær pening saman til eina fjakkara ferð. Boeing 737 flogfarið hjá flogfelagnum FlyDubai, uppgav upprunaliga at lenda í býnum nærhendis Svartahavinum, og fleyg ístaðin yvir flogvøllinum í tveir tímar, áðrenn roynt var at neyðlenda á flogvøllinum. Tað var ringt veður, og hóast eingin almenn fráboðan enn er komin frá myndugleikunum um orsøkina til vanlukkuna, so verður hildið, at ringt veður er orsøkin. Sambært russiskum miðlum vóru flestu ferðafólkini russisk. Trý ferðafólk og seks av manningin var aðrastaðni frá. Tað er tó enn ikki greitt, hvaðani tey vóru frá. Í Sosialistisk ung, sum er ungmannafelagið hjá Javnaðarflokkinum, siga tey í almennum skrivi, at tey eru vónbrotin um, at Kristin Michelsen og Heðin Mortensen atkvøddu fyri at beina málið aftur í nevnd týsdagin, heldur enn at taka undir við uppskotinum. Sosialistisk ung heitir alment á teir báðar tinglimirnar um at gevast við undanførslum og ístaðin at stuðla sínum floksfelagum, tá uppskotið kemur fyri aftur. Samstundis, sum Sambandsflokkurin mælti frá at broyta hjúnarbandslógina, tók unga Sambandið undir við at broyta hjúnarbandslógina. Vitni hava greitt Reuters tíðindastovuni frá, at tyrlur hjá løgreglunum flugu í ring uppyvir, og sjónvarpsrásir hava víst myndir av fólkum, sum runnu burtur frá staðnum. Sjálvmorðsbumban í dag kemur í kjalarvørrinum á tveimum sjálvmorðbumbuatsóknum í høvuðsstaðnum, Ankara, fyrr í mánaðinum, og tá lótu 37 fólk lív. Óvanliga nógvir eldsbrunar hava verið í húsum, og haraftrat hava fleiri miðalstórir skaðar verið, sum eru hendir orsakað av vánaliga vetrarveðrinum. Men hóast fleiri skaðar, hevur felagið størri avlop í fjør enn árið fyri. Avlopið var 9,6 milliónir í fjør, meðan avlopið í 2014 var 7,1 millión krónur. Tað eru tvinnar orsøkir til vánaliga úrslitið. Onnur er, at fleiri stórir skaðar hava verið, har fólk antin eru vorðin óarbeiðsfør ella deyð. Hin orsøkin er, at føroyingar liva longri í dag enn í 2007, tá Betri Pensjón byrjaði sítt virksemi. Menninir liva 1,8 ár longri og kvinnurnar 2 ár longri. Hetta ger, at tíðarskeiðið gerst longri, har fólk fáa útgoldið pensjón frá felagnum. Onki bendir á, at hendan gongdin fer at venda. Heilsurøktin og heilivágurin gerast betri, og tí hevur verið neyðugt at hækka avsetingarnar munandi hjá teimum, sum eru byrjað at fáa pensjón frá felagnum, sigur Tryggingarfelagið Føroyar í tíðindaskrivi. Og tað er ikki loyvt, sambært íslendsku javnstøðulógini, skrivar íslendska kringvarpið, RÚV. Hvørki menn ella kvinnur kunnu verða í meiriluta meira enn 60 prosent av eini nevnd í einum felagi. Funnist hevur verið at lógini í ávísum umhvørvum, tí hon ger tað truplari at reka eitt felag. Men lógin var sett í verk fyri at bróta niður múrin fyri kvinnur. Javnstøðulógin hevur elvt til nógvar trupulleikar í feløgum, har menn ráða, men í hesum førinum var so talan um øvutan trupulleika. Maðurin varð handtikin í september í fjør. Hann játtaði at hava fjalt rúsevni í einum leigaðum húsvogni. Hann kom til Íslands við Norr nu. Parið kom til Íslands í september. Løgreglan fann stórar nøgdir av rúsevnum í matvørudósum, gasstangum og í eykahjólinum til húsvognin. Orsøkin til, at hann flutti rúsevnini til Íslands var sostatt ikki, tí hann vildi hava peningaligan vinning, men fyri at verja lív og heilsu hjá dóttrini. Limirnir í bólkinum tosa ikki við fjølmiðlar, og teir vilja heldur ikki hava síni borgarligu nøvn fram, bara pallnøvnini, Kríggj, Pest, Hungur og Deyði. Til samans 11 bólkar kappaðust. Bólkarnir fingu millum 20 og 25 minuttir á palli hvør, meðan ein dómsnevnd metti um avrikini, og hvør bólkur skuldi umboða Føroyar á tí stóra tungmálmsfestivalinum Wacken í Týsklandi seinni í ár. Orsøkin til hallið er, at 8,7 milliónir meira eru brúktar á náms og verklagskontuni, enn upprunaliga ætlað. Sostatt vaks hallið nú upp í 73 milliónir krónur. Orsøkin til stóra hallið er, at tað kostaði 13,5 milliónir krónur meira at útbyggja útbúgvingarstovnin Campus Kujalleq í Qaqortoq, enn mett varð, skrivar Sermitsiaq. Hinvegin, so hevur grønlendska stjórnin selt sín eigarapart av námseftirgranskingarfelagnum, Nunaminerals, og inntøkan av hesi sølu minkar nakað um hallið. Justin Bieber er har, Barack Obama er eisini har og tað sama er Lars Løkke Rasmussen. Og nú er pávin eisini har á myndasíðuni Instagram. Frans pávi legði í gjár fyrstu myndina á Instagram. Tað er partur av miðlaætlanini hjá vatikaninum, til tess at tryggja, at boðskapurin røkkur út til yngru fólkini. Pávin fekk í gjár meira enn eina millión fylgjarar á Instagram eftir bara 12 tímum. Higartil hava fleiri enn 28.000 fólk viðmerkt fyrstu myndina hjá pávanum á Instagram. Sosialu miðlarnir eru tó ikki heilt ókendir fyri pávan. Frammanundan er Frans pávi eisini á Twitter, har hann tvittar til fólk á níggju ymiskum málum. Løgreglan leitar í løtuni eftir eini kvinnu, sum er horvin. Klokkan 9 25 í morgun sendi løgreglan út eina eftirlýsing, har sóknast verður eftir kvinnuni. Kvinnan, sum løgreglan eftirlýsir, eitur Elsa Susan Danielsen. Hon er 46 ára gomul, ljóshærd, slætt nakkalangt hár, er ættað úr Havn og er 1,65 m. høg. Fólk frættu seinast frá henni leygarkvøldið umleið klokkan 23, tá fólk tosaðu við kvinnuna í telefon, sigur løgreglan í eftirlýsingini, ið er send út. Dagført 14 23 Løgreglan sendi fyri løtu síðani út eina dagførda eftirlýsing eftir kvinnuni. Sí fráboðanina her Saknaða kvinnan ikki komin afturíaftur VÍF, ið liggur á øðrum plássi, hevði annars møguleikan at fáa annað beinið í finalurnar, tá liðið vitjaði í Hoyvíkshøllini í gjár í sínum fjórðseinasta dysti í landskappingini, men vestmenningar tóku ikki av. Dysturin var javnur í fyrra hálvleiki, men í byrjanini av seinna hálvleik eydnaðist H71 at vinna eina 6 máls leiðslu, sum at kalla helt allan dystin, ið endaði 38 33. Harvið hava bæði Kyndil og KÍF framvegis møguleika at koma í finalurnar. Kyndil hevur 23 stig, fimm stig færri enn VÍF á øðrum plássi men ein dyst færri. KÍF á fjórða plássi hevur seks stig upp til VÍF men hevur spælt tveir dystir færri. Kyndil og KÍF spæla dyst í dag. Kyndilsmenn taka ímóti STÍF, meðan kollfirðingar taka ímóti klaksvíkingum. Tað hava verið nakrir tekniskir trupulleikar, sum gjørdu, at peningurin ikki varð fluttur fólki, sigur Helena Debes Højgaard, deildarleiðari hjá TAKS. Ert tú ein av teimum 15.649 fólkunum, sum kann fegnast um at fáa avlopsskatt útgoldnan í ár, so nýtist tær kortini ikki at bíða so leingi eftir peninginum. Í seinasta lagi týsdagin skuldu fólk havt peningin á konto, tí bankaflytingarnar verða gjørdar yrkadagar, sigur Helena Debes Højgaard. Til samans fáa 15.649 fólk útgoldið 39.947.157 krónur í avlopsskatti í ár. Í fjør fingu 15.937 føroyingar útgoldið avlopsskatt, sambært TAKS. 288 fólk færri fáa í ár útgoldið avlopsskatt í mun til í fjør. Í krónum og oyrum verður eisini minni útgoldið í ár, vísa tølini hjá skattamyndugleikanum. Í ár verða 39.947.157 krónur í avlopsskatti útgoldnar. Í fjør var talið 41.615.472 krónur. Sostatt verða útgoldnar 1.668.315 krónur minni í ár. Tørvur er á føroyskum familjum, sum kunnu taka á seg uppgávuna at verða fosturforeldur hjá børnum. Tí verður nú leitað eftir familjum, sum kunnu taka børn til sín. Tað skrivar Barnaverndarstova Føroya á heimasíðuni. Tørvur er bæði á familjum, ið kunnu hava børn búgvandi í styttri og longri tíðarskeið. Talan kann antin vera um umlætting í nakrar dagar í senn, til dømis í vikuskiftum, ella at hava børn búgvandi hjá sær í longri tíð ofta í fleiri ár, sigur stovnurin. Talið á børnum, ið búgva hjá fosturfamiljum, er í miðal 70. Harafturat eru umleið 50 børn, ið eru til umlættingar nakrar dagar um mánaðin, sambært Barnaverndarstovuni. Løgreglan hevur fingið fleiri fráboðanir frá fólki, síðani løgreglan klokkan 9 25 í morgin sendi út eina eftirlýsing um eina kvinnu, ið síðst varð sædd leygarkvøldið. Vit hava fingið fleiri fráboðanir frá fólki, sum arbeiða í náttarlívinum, ið siga seg hava sæð kvinnuna, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn. Í løtuni hevur løgreglan kortini ikki orsøk at taka upp skipaða leiting eftir kvinnuni, sum er eftirlýst, verður upplýst á politistøðini í Havn. 46 ára gamla Elsa Susan Danielsen varð seinast sædd á einum skeinkistaði klokkan 21 leygarkvøldið, og á einum øðrum skeinkistaði áðrenn klokkan 23. Tað upplýsir løgreglan í eini dagførdari eftirlýsing, ið varð send út stutt fyri klokkan 14. Í dagføringini lýsir løgreglan eisini klæðini, kvinnan var í. Hon er 160 cm. høg, kommunufarvað hár, kløn og var ílatin hvítar buksur, ljósa blus og tunnan, myrkan og stuttan dýnujakka, upplýsir løgreglan. Sambært tíðindastovuni EFE vóru 57 lesandi í bussinum, sum rendi í eini bil og koppaði av vegnum nærhendis Tarragona í ein útsynning úr Barcelona, skrivar Ritzau. Tey lesandi høvdu luttikið á einum festivali í Valencia og vóru áveg heimaftur til Barcelona í lýsingini, tá bussvanlukkan hendi í morgun. Sambært sjónvarpsrásini RTVE komu tey lesandi, sum vóru í bussinum, frá Sveits, Noregi, Onglandi, Turkalandi, Ukraina og Barcelona. Arbeiðið at byggja nýggjan húsarhaldsskúla í miðbýnum Klaksvík er komið eitt fet nærri eftir at Klaksvíkar Býráð hóskvøldið einmælt samtykti at játta sín part av byggikostnaðinum. Fríggjadagin handaði Jógvan Skorheim, borgarstjóri, Jóhonnu á Tjaldrafløtti, skúlastjóra í Húsarhaldsskúla Føroya tilsøgnina frá Klaksvíkar býráð, skrivar heimasíðan hjá kommununi. Tað var húsarhaldsskúlin sjálvur, sum sendi kommununi umsókn um stuðul. Parturin hjá kommununi er 18,5 milliónir krónur. Hendan upphæddin kann minka, eydnast tað eisini at fáa aðra fígging. Peningurin fellur til gjaldingar, tá verkætlanin er liðug. Og hetta verður í fyrsta lagi næsta ár, stendur í skránni til býráðsfundin. Ein byggibólkur, mannaður við arkitekti og umboðum fyri Mentamálaráðið, Húsarhaldsskúla Føroya og Klaksvíkar Kommunu, hevur gjørt ein byggiskrá, og skúlin er mettur at kosta 30 milliónir krónur. Hermenn, løgreglufólk, dómarar, málsviðgerar og tulkar eru í løtuni veg til griksku oyggjarnar fyri at tryggja, at flóttafólk kunnu sendast aftur til Turkalands. Griksku myndugleikanir høvdu annars ætlanir um at byrja at senda flóttafólk retur til Turkalands í dag, men tann ætlanin er fyribils útsett. Orsøkin er, at tað krevur nógva arbeiðsorku, og myndugleikarnir í Grikkalandi ikki eru til reiðar við neyðugu arbeiðsorkuni, sum tað krevur. ES og Turkaland settu fríggjadagin í verk eina ætlan, sum loyvir Grikkalandi at senda flóttafólk, sum koma ólógliga til landið, aftur til Turkalands. Málið er at steingja eina av høvuðsfarleiðunum, sum flóttafólk brúka fyri at koma sær inn í ES londini. Avtalan millum ES og Turkaland er alt annað enn fagnað. Mannarættindabólkar hava funnist at ætlanini, og fólk í túsundatali í Evropa hava mótmælt, síðani avtalan millum ES og Turkaland kom undan kavi. Leiðarar í ES og turkiski forsætisráðharrin vistu óivað frammanundan, at tað fór at verða trupult at seta ætlanina í verk longu nú. Í avtaluni, sum skuldi setast í verk í dag, stendur ikki nøkur neyv dagfesting. Har stendur bara, at flóttafólkini verða senda aftur í apríl mánað. Avtalan ber í sær, at fyri hvørt flóttafólk, sum verður sent aftur, skulu ES londini taka ímóti einum sýriskum flóttafólki úr flóttafólkalegum í Turkalandi. Tað er Eivind Jacobsen av Strondum, sum hevur kært landsstýriskvinnuna í fíggjarmálum, fyri handfaring hennara av skattamálinum hjá Eik. Tað segði Bárður Kass Nielsen, løgtingslimur hjá Nýggjum Sjálvstýri, og formaður í landsstýrismálanevndini, við útvarpið í síðstu viku. Í Klaksvík sóknast løgreglan eftir einum hundaeigara. Tað var í gjár, at løgreglan fekk fráboðan um, at ein hundur hevði gjørt av við fleiri hønur í einum høsnagarði í Klaksvík. Hundurin drap 17 hønur. Summar vóru skræddar sundur. Hundurin var farin inn í ein kjallara, og har varð hann hildin aftur, til løgreglan kom. Hundurin er ikki merktur, og tí veit løgreglan ikki, hvør eigur hann. Hann er kanska merktur við elektroniskari flís, og tað verður kannað í dag, sigur vaktleiðarin í Havn. Vága Kommuna skrivar á heimasíðuni , at kommunan hevur skrivað undir sáttmála við Maskingrevstur um nýggju útstykkingina á Svabosvegi. Talan er um seks grundøki í hesum umfari. Harumframt arbeiðir Vága kommuna við at útpeika øki til aðrar framtíðarútstykkingar í bygdini. Arbeiðið, at stykkja nýggju grundstykkini út, byrjar beint eftir páskir og er mett at taka níggju vikur, skrivar Vága Kommuna á heimasíðuni. Talan er helst um samskipað álop. Leiðandi redaktørurin á Expressen, Thomas Mattsson, skrivar á Twitter, at talan er um álop frá teldusníkum. Greinin heldur fram niðanfyri. Tað er sjálvandi álvarsligt, at svenskar tíðindasíður verða álopnar. Men at nakar roynir at steðga tíðindaflutninginum prógvar, hvussu umráðandi hann er, skrivar hann. Svenska stjórnin verður kunnað um støðuna so hvørt. Kanningar eru settar í verk, og tær hava higartil víst, at álopið er skipað umvegis Russland. Greinin heldur fram niðanfyri. Næstu dagarnar standa svensku myndugleikarnir og fjølmiðlar, sum breiða út falska propaganda, fyri skotum, stóð í hóttanini. Løgreglan kannar eisini hesa slóðina, skrivar Aftonbladet. Svenski innanríkisráðharrin, Anders Ygeman, tekur hendingina í størsta álvara. Tað er ræðandi, at tað finnast kreftir, sum vilja kvæla fría orðið, sigur hann. Tað er ov tíðliga at koma við niðurstøðu um, hvat er hent, men hatta vísír, hvussu neyðugt tað er at menna svensku KT trygdina. Løgreglan kannar málið, og vit fylgja neyvt við gongdini, sigur Anders Ygeman. Svenska trygdarløgreglan, S po, er við í kanninginum av álopinum hjá teldusníkum og fer at hjálpa løgegluni, skrivar Svenska Dagbladet. Í dag, 21. mars, er altjóða Downsymdromdagur, og hesin dagur verður eisini hildin í Føroyum, og tað eru Javni og føroyski Down Syndrom bólkurin, ið skipa fyri. Aðrastaðni í heiminum brúka tey at fara í litfagrar, óparaðar hosur fyri at gera vart við hendan dagin. Veðrið í Føroyum loyvir sjáldan føroyingum at vísa hosur í mars, so tí hava vit avgjørt, at bláa neglalakkið skal brúkast í staðin ella afturat óparaðu, litríku hosunum. Vit leggja við bláa neglalakkinum dent á, at fólk við Down Syndromi eins og øll onnur eiga rætt til lívið. Og tí fara vit eisini at heita á øll fólk um at smyrja neglirnar við bláum neglalakki. Tiltakið í Reinsarínum í dag er ókeypis. Fía Petersen frá Javna og Eydna Skaale, sum skal hugleiða á Downsyndromdegnum, eru í útvarpsstovuni. Í sendingini hoyra vit millum annað Arnt Haugen Spæla Glad i Sjelen og Lindu Nygaard og K re Jørve spæla Majblommor. Lagt til rættis Hanna og Terji Jakobsen. Borgarstjórar órógva arbeiðsstevið í Løgtinginum. Tað halda Jákup Mikkelsen og Annika OIsen, sum skjóta upp, at borgarstjórar skulu ikki kunna sita í Løgtinginum. Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, tekur ikki undir við uppskotinum. Hann heldur tað vera avgerandi neyðugt, at hann sum borgarstjóri og tingmaður kann gera vart við viðurskiftini í høvuðsstaðnum. Magnus Rasmussen varð valdur í Løgtingið tann 1. september í fjør og fór frá sum borgarstjóri í Runavík tann 1. januar í ár. Hann tekur heldur ikki undir við uppskotinum. Í 2000 skjeyt løgmaður Anfinn Kallsberg upp í uppskotinum um kommunustýri, at ein borgarstjóri skal leggja borgarliga starvið frá sær, umframt øll almenn álitisstørv, sum ikki beinleiðis hava samband við starvið sum borgarstjóri. Óli Breckmann, Rúna Sivertsen, Alfred Olsen og Hans Pauli Strøm hildu kortini, at borgarstjórar skuldu sleppa at sita í Løgtinginum. Tey komu við einum broytingaruppskoti, at borgarstjórar skuldu sleppa at sita í Løgtinginum. Tað var samtykt. Ein teirra, sum atkvøddi ímóti uppskotinum, at borgarstjórar skulu sleppa at sita í Løgtinginum, var Heðin Mortensen, sum nú er borgarstjóri í Havn og tingmaður fyri Javnaðarflokkin. Jógvan Skorheim er tann einasti at fýra løgtingsmonnum, sum ikki sleppur at vera borgarstjóri samstundis. Meiriluin í Klaksvík býráð segði nei og bað Skorheim velja annan sessin. Hann valdi borgarstjórasessin. Heðin Mortensen, Kristin Michelsen og Pauli T. Petersen eru nú bæði løgtingsmenn og borgarstjórar. Ein kanning hjá Dimmalætting vísir, at 880 av teimum 1248, sum vóru spurd, halda at tað skal ikki bera til at vera borgarstjóri og sita í løgtinginum samstundis. Í sendingini taka Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, og Anfinn Olsen, formaður í Reiðarafelagnum, saman um sjónvarpssendingina Stríðið um tey 10 prosentini . Anfinn Olsen heldur eisini, at reiðararnir Mortan Johannesen og Hanus Hansen hava tikið munnin ov fullan, tá teir hava sagt, at reiðarar verða gjørdir við trælir, og at royndaruppboðssølan er byrjanin til endan. Luttakarar Anfinn Olsen, formaður í Reiðarafelagnum, Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, Jákup Mikkelsen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, Heðin Mortensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin og borgarstjóri í Havn, og Magnus Rasmussen, tingmaður fyri Sambandsflokkin og fyrrverandi borgarstjóri í Runavík. Meirlutin í Vinnunevndini, tað eru umboðini hjá andstøðuni, mæla frá at samtykkja uppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, um at selja partar av kvotuni í Barentshavinum og uppsjóvarkvotuni á uppboði. Ilt er síggja, hvat endamálið við uppboðssøluni er, sigur meirilutin í viðmerkingum. Verður hugt nærri at uppskotinum sæst, at skipanin er so læst, at bara verandi aktørar kunnu bjóða, sigur meirilutin. Meirlutin undrast eisini á, at samgongan kemur við uppskotinum, samstundis við, at ein bólkur er settur at gera eina fiskivinnunýskipan. Løgtingið samtykti í 2007, at øll fiskirættindi skuldu fara úr gildi í 2018. Orsøkin er, at ein kæra er farin til Løgtingsins Umboðsmann um, at Fíggjarmálaráðið ikki vil lata innlit í skjølini í Eik málinum. Ert tú misnøgd við inntøkurnar hjá fyritøkuni, er ein løtt loysn at fáa fleiri kvinnur í leiðsluna. Tað er niðurstøðan í stórari kanning, sum Altjóða Gjaldoyragrunnurin, IMF, hevur gjørt. IMF hevur, sambært Berlingske Business , nágreinað tvær milliónir fyritøkur í 34 evropiskum londum. Niðurstøðan er, at fyritøkur við fleiri kvinnum í ovastu leiðslu og nevnd eru lønsamari. Granskingarbólkurin kannaði ávirkanina, sum kvinnur í toppleiðsluni hava á inntøkutølini. Í øllum førum geva fyritøkurnar meira, har kvinnur taka avgerðirnar, skrivar nevndin sambært Berlingske. Ítøkiliga vísir kanningin, at verður ein maður í ovastu leiðsluni skiftur út við eina kvinnu, verður lønsemið hjá fyritøkuni upp í átta prosent betri. Nógv hevur verið kjakast um sambandið millum inntøku og kvinnur í toppleiðsluni. Granskarar eru fyrr komnir til aðrar niðurstøður enn ta, sum IMF nú kunnger. Kanningin hjá gjaldoyragrunninum gevur heldur ikki svar uppá, um tað eru kvinnurnar í toppleiðsluni, ið kunnu taka sær æruna av betraða úrslitinum í fyritøkunum, tær starvast í, ella um grundin er, at lønsamar fyritøkur bara duga betur at fáa kvinnuligar toppstjórar. Málið er ikki so frægt sum sett á skrá í Vinnunevndini, sigur Annfinn Brekkstein Ein flott tekning, eitt modellhús og ein tíðindafundur. Meiri ítøkiligari er ætlanin ikki, sum Tórshavnar Kommuna og Smyril Line løgdu fram 10. mars. Heðin Mortensen, váttar, at málið als ikki er viðgjørt. Men tað verður tað, sigur borgarstjórin í Tórshavnar Kommunu. Løgreglan nýtir samstundis høvið at takka fyri sýndan áhuga og tær mongu uppringingarnar, ið samanlagt vóru við til at finna kvinnuna. Listfrøðingurin Solveig Hanusardóttir Olsen hevur hugt at menningini av føroyskari list í 20 øld og fram til dagin í dag, og hon kann staðfesta at hóast nógv er broytt, so er framvegis munur á listamonnum og listakvinnum. Fyri at lýsa gongdina hevur hon valt trý ættarlið Ruth Smith, sum varð fødd í 1913, Sigrun Gunnarsdóttir Niclasen, sum er fødd í 1950 og Rannvu Kunoy, sum er fødd í 1975. Solveig Hanusardóttir Olsen vil vera við at ein menning kann síggast í bókmentunum um listakvinnurnar. Tá man lesur um Ruth Smith verður oftast greitt frá hvussu hennara persónliga lív ávirkaði listina, og teimum trupulleikum ið stóðust av at sameina hesi bæði. Bókmentirnar um Sigrun Gunnarsdóttir snúgva seg eisini um hennara persónliga lív, men í minni mun enn hjá Ruth Smith. Í samrøðum og greinum kann man lesa um hvussu hon hevur fingið íblástur frá hennara persónliga lívi, upplivingum og ferðum, og hvussu listin hjá henni ofta hevur ein móðurligan vinkul. Hinvegin, tá ein lesur um Rannvu Kunoy verður sjálvdan sagt nakað um privata lívið hjá henni. Bókmentir, greinar og samrøður snúgva seg oftast um hennara list og yrkisleið. Sambært Solveig Hanusardóttir Olsen eru kynsleiklutirnir í samfelagnum broyttir soleiðis at kvinnurnar fyrst og fremst verða lýst sum listafólk. Spurningurin er tó um tann grundleggjandi fatanin hevur broytt seg í eins stóran mun, tí sjálvt um munurin millum kynini er minni í dag, so mugu listakvinnur síggja í eyguni, at listamenn eru betri umboðaðir á listasøvnum, eins og listamenn fáa meira fígging úr eitt nú grunnum. Sambært søgufrøðinginum Minu Reinert broytti hetta ikki grundleggjandi mentanina í oynni, tí hon var verandi tann sama eisini eftir kríggið. Sjónleikurin Jørðin er eitrað er eitt nýtt føroyskt doku drama, sum lýsir kríggj gjøgnum føroyskar krígsupplivingar í Afganistan. Sjónleikurin byggir í stóran mun á ritgerðina hjá journalistinum Georg Lindenskov Petersen um føroysku veteranarnar, sum vóru í Afghanistan. Fleiri føroyingar, sum gjørdu hertænastu í danska herinum, hava verið í Afghanistan. Kríggið í Afganistan vardi í meira enn 10 ár, og fyri tann einstaka soldátin var hetta mest krevjandi kríggið hjá danska herinum í nýggjari tíð. Heimkoman eftir hertænastuna og royndirnar at fóta sær aftur í samfelagnum kennast torførar hjá veteranunum. Summir hava posttraumatiskt stress, meðan aðiri hava hug at avbyrgja seg. Ítøkiligu trupulleikarnir standnast millum annað at koma frá at vera í battle mind til at vera i home mind. Leikurin er eitt slag av faktión og byggir partvís á ritgerðina hjá Georg Lindenskov Petersen. Marita S. Dalsgaard hevur skrivað sjónleikin, har tey bæði Hjálmar Dam og Beinta Clothier spæla ymsar leiklutir, sum eitt nú hermaður, kona, sálarfrøðingur og unnusta. Tí hava hesir føroyingar sjálvir valt at fara i kríggj sum soldátar í danska herinum. Sambært Georg Lindenskov Petersen kann hetta vera ein orsøk til, at føroyska samfelagið ikki skilir støðuna, sum teir eru í. Nógv størsti parturin av gistingum eru føroyingar. Síðan eru tað danir, tí umleið 3.700 fólk úr Danmark gistu í Føroyum, og umleið 1800 bretar gistu í Føroyum. 84 ára gamli Poul Johs. Poulsen sigur frá ymsum viðurskiftum og minnum við Ljósá, ella í Gimbrunum, sum tey siga á Eiði. millum annað sigur hann frá skelkandi hendingini, tá hann og beiggin Andrias endaðu uppi á Kellingini, tí seksæringurin Hjallur sakk. Hjúnini Annsy Høghamar og Hákun Mikkelsen, sum hava búð í Havn, hava selt dóttrini húsini og búgva nú á neystaloftinum við Ljósá, her tey trívast sera væl. Annsy sigur, at nú skilir hon pápa sín, sum elskaði at vera við Ljósá. Ann Hammer flutti úr Havn norður til Ljósá fyri 30 árum síðani. Hon sigur, at Ljósá er mitt í landinum og er ógvliga sentralt. Maðurin Hans Hammer heldur, at tað man vera helvtina bíligari at búgva her enn til dømis í Havn. Tó harmast hann um, at heimbygdin er so nógv minkað. Nú er kanska ein glotti, tí kommunan ætlar at útstykkja nøkur grundstykki. Vit hitta eisini 11 ára gomlu dóttrina Anitu, sum gongur í skúla á Eiði. Poulina Østerø hevur búð í Grønlandi í 35 ár. Hon vitjar aftur í heimbygdini í hesum døgum og sigur í sendingini frá ymsum upplivingum í barnaárunum, ið sita líka klárt í minninum. Við Ljósá er stór høll, har sandblást hevur verið síðani í 80 unum. Tað verður tað framvegis, men Heðin Poulsen og teir, sum upprunaliga sandblástu, selja nú armeringsjarn í Hvalvík til byggivinnuna og gera aliringar á havnarlagnum á Eiði. Nú eru tað aðrir, ið sandblása við Ljósá. Tað er veruliga altjóða dámur heima hjá Rose Alemayehu Poulsen og Pól Poulsen. Hon hevur lisið í USA og vegleiðir nú fólk ymsa staðni úr heiminum, hvussu tey skulu gera, tá tey ætla sær á hendan skúlan í USA. Rose og Pól búgva í einum gomlum húsum við Ljósá, sum eru gjørd av nýggjum, og hann hevur gjørt alt sjálvur. Hóast Smyril als ikki brúkar havnina í Vági, nú hann er farin at bunkra í í Havn, so rindar Strandferðslan framvegis 20.000 krónur um mánaðin í havnargjaldi í Vági, og fer at gera tað í eitt ár afturat. Orsøkin er ein sáttmáli, ið varð gjørdur í 2012, sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandfaraskipum Landsins. CBI sigur í niðurstøðuni í kanningini, at tekur Bretland seg burtur úr evropeiska samstarvinum, fer álvarsamar avleiðingar fyri búskapin. Neiligu avleiðingarnar fyri handilsviðurskiftini og íløgur fara at viga upp ímóti tí, sum Bretland sparir í limagjaldi til ES, sigur hon. CBI, sum í høvuðsheitum umboðar stórar bretskar fyritøkur, hevur áður gjørt greitt, at felagsskapurin fer at stríðast fyri, at Bretland verður verandi í ES. Sjálvt um tað eydnast Bretlandi at samráða seg til eina fríhandilsavtalu við ES, eftir at landið er farið burturúr, minkar vøksturin hetta til 2020 við trimum prosent, stendur í frágreiðingini. 6. januar gjørdi Norðurkorea eina kjarnorkuroyndarspreinging, ta fjórðu síðan 2006. Suðurkoreansk atgerðarfólk, aktivistar, teirra millum fleiri norðurkoreanarar, sum eru flýddir til Suðurkorea, hava í fleiri ár slept flogseðlum um markið. Á flogseðlunum verður funnist hvassliga at norðurkoreansku myndugleikunum. Nú ætla teir at senda tíggju milliónir flogseðlar aftrat inn yvir Norðurkorea. Í januar sendi Norðurkorea eina millión flogseðlar inn yvir Suðurkorea, har funnist varð at suðurkoreanska forsetanum, Park Geun Hye. Tá ið rúmdarfarið Juno kemur til gongustjørnina Jupiter í summar, hevur NASA roynt ein nýggja stýrisskipan, sum David, saman við øðrum, hevur ment á DTU Space. Tað hevur verið ein langt ferð hjá Juno út til Jupiter. Rúmdarfarið hevur ferðast millum jørðina og jupiter í fleiri umførum, har tað bleiv slongt longur og longur út í rúmdina. Á tí eini ferðini á veg innaftur ímóti jørðini, fekk toymið hjá Davidi, loyvið at taka myndir av jørðini og mánanum 3 milliónir kilometrar burturi, og tað var ikki bara bara. Hoyr David greiða frá øllum hesum í sendingini. Sambært einum skjali, sum eftir øllum at døma av misgáum varð lagt fyri býráðsfundin hóskvøldið, skal Smyril Line leiga Sjóvinnuhúsið í 30 ár og rinda 3,3 milliónir krónur í leigu um árið. Men fyrstu tvey árini verður leigan góða 1,6 milliónir krónur, og tvey tey seinastu árini verður hon slakar 1,2 milliónir krónur um árið. Heldur leigumálið fram, eftir at tey 30 árini eru farin, verður leigugjaldið aftur 3,3 milliónir krónur um árið. Annfinn Brekkstein sigur við Sosialin, at Sjóvinnuhúsið er 7.000 fermetrar til støddar, og í Havn er leigan fyri slíkar bygningar umleið 1.000 krónur fermeturin. Sostatt skal Smyril Line rinda í minsta lagi tvær ferðir so nógv, sum ætlanin er, sigur hann. Annfinn Brekkstein sigur, at sleppur Smyril Line at leiga Sjóvinnuhúsið fyri hasa upphæddina, er tað beinleiðis kommununalur stuðul til eina einstaka fyritøku í kommununi, og tað er kappingaravlagandi, sigur hann. Tann hálva milliardin í tapi, sum gav bankanum 90 milliónir krónur í frádrátti, hoyrdi upprunaliga til tíðarskeiðið hjá tí undanfarna Eik Banka. Vit hava biðið stjóran í Eik, Suna Schwartz Jacobsen, um eina nýggja samrøðu, har vit ætlaðu at spyrja, hvussu tap, sum Eik fyrr hevur skrivað, hoyrdu til 3. ársfjóring 2010, nú hoyra til eitt seinni tíðarskeið. Men Suni Schwartz Jacobsen vil ikki at gera viðmerkingar til málið, meðan Taks kannar málið. At spræna tøð um veturin er at spilla gott tilfeingi. Tí fáa bøndur á nýggjárinum ikki longur undantaksloyvi at taða millum 15. oktober og 15. mars, men krøvini fáa onkran bónda at umhugsa at gevast. Men landsstýriskvinnan í umhvørvismálum heldur fast við ætlanina. Føroyahúsið í Keypmannahavn er ótíðarhóskandi og í so ringum standi, at vandi er fyri, húsið ikki sleppur halda fram við virkseminum. Nú rópar leiðarin varskó. Mentanarhúsið, sum tørvar fimm milliónir krónur til umvælingar. Westward Ho er eitt søguligt prýði fyri Havnina, og tí er tað umráðandi, at hon er í góðum standi. Tað heldur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, sum eigur sluppina. Leygardagin fekk Westward Ho nýggja mastur, og vit vóru við. Benjamin Hansen hevur gjørt innslagið Tórshavnar kommuna vil hava arbeiðið hjá tunnilsfelagnum norðan fyri Hvítanes steðgað, til kommunan og landið eru vorðin samd um, hvar vegaføringin endaliga skal vera. Av tí at farið er undir vegarbeiðið norðan fyri Hvitanesvegin, hóast kommunan og landið framvegis ikki eru komin ásamt um, hvar vegføringin endaliga skal vera, heldur kommunan, at tað verður enn truplari at finna eina semju um linjuføring av tunnilsvegnum og atkomuvegnum til Havnar. Kommunan vísir í brævinum eisini á, at borgarar hava kært um sta setingina av linjuføringini av vegatrekkinum millum ætlaða tunnilsmunna og landsvegin. Tórshavnar Kommuna heitir tí staðiliga á landsstyrismannin í samferðslumálum um at steðga á við arbeiðinum, til ein loysn er funnin á málinum. Tvær bumbuspreingingar hava í morgun verið í Zaventem floghavnini í belgiska høvuðsstaðnum. Ein onnur spreinging hevur eisini verið á undirgrundarjarnbreytini í Brússel. Talið á deyðum er fyribils komið upp á 13 fólk, sambært belgiskum fjølmiðlum. Belgisku myndugleikarnir hava tó ikki váttað talið enn. Spreingingarnar í floghavnini vóru klokkan átta lokala tíð, meðan spreingingin á undirgrundarjarnbreytini í Maelbeek hendi umleið ein tíma seinni. Greinin heldur fram niðanfyri. Í sjónbandinum oman fyri síggjast ferðafólk í Zaventem floghavnini renna fyri lívinum eftir tær báðar spreingingarnar í floghavnini í morgun. Spreingingarnar í morgun hendu samstundis sum belgiski høvuðsstaðurin er í hægstu tilbúgving eftir at ein av yvirgangsmonnunum í atsóknini í Paris í november varð tikin fríggjadagin. Ferðafólk í floghavnini eru flutt burtur, samstundis sum stúrt verður fyri fleiri spreingingum. Øll tokferðsla til og úr Zaventem floghavnini í Brússel er fyribils steðgað. Nýggi musikkskúlin í Havn verður bygdur við Landavegin. Í hesum sambandi hevur býráðið samtykt at taka undir við einari broyttari verkætlan, sum verður boðin í næstum. Bygginevndin fyri musikkskúlan hevur arbeitt víðari við málinum, eftir at ætlanin um at staðseta skúlan á Skálatrøð varð endaliga slept. Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentanarnevndini í Tórshavnar býráð, sigur, at staðsetingin við Landavegin sum næsti granni hjá nýggja skúlanum á Fløtum og Glasir fer at roynast væl, tí har er útbúgvingar og læruumhvørvi. Í gjárkvøldið var ein sending á sjónvarpsrásini TV2 Sport, har sonevndir hitavestar vórðu royndir á fýra svimjarum hjá danska landsliðnum. Millum teirra var føroyski svimjarin, Magnus Jákupsson. Danska svimjisambandið hevur ment ein hitavest, ið eftir ætlan skal fáa svimjararnar at svimja skjótari. Í sjónvarpssendingini varð kannað, um vesturin riggar í veruleikanum. Mítt arbeiði er at geva øðrum góðar upplivingar, men sjálvur fái eg eisini ein hóp av spennandi upplivingum í starvinum, sigur Sámal Bláhamar. Sangarinnan er Georgette Jones úr USA, verður at hoyra á pallinum á Dungasandi fríggjakvøldið. Georgette Jones er dóttir navnframu countrylegendirnar George Jones og Tammy Wynette. Hon byrjaði sum 3 ára gomul at syngja og saman við foreldur sínum. Hon hevur útgivið tríggjar fløgur saman við plátufelaginum Hart of Texas Records. A Slighty Used Woman, Strong Enough to Cry og eina serliga fløgu, Till I Can Make it on my Own, sum er til minnins og heiður til móðir sína. Les meira um Georgette Jones her Leygardagin er tað Danni Leigh, eisini úr USA. Danni er kend sum country hillbilliesangarinna og tað er altíð góður stemningur tá Danni Leigh er á palli, saman við orkestri. Danni hevur búð uttanlands, men seinastu fáu árini hevur hon búð í Nashville. Tað er rættiliga skelkandi. Hevði eg farið heimanífrá ein hálvan tíma fyrr, so hevði eg ferðast tann vegin, sigur Kate Sanderson, føroysk sendikvinna í Brússel. Tað er rættiliga skelkandi. Hevði eg farið heimanífrá ein hálvan tíma fyrr, so hevði eg ferðast tann vegin, sigur Kate Sanderson, føroysk sendikvinna í Brússel. Hoyr Kate Sanderson greiða frá her. Gerandisdagar eru ljóðlýsingar áðrenn tíðindini, klokkan08 00, 12 20 og 18 00, leygardag áðrenn klokkan10 00, 12 20 og 18 00, og sunnudag áðrenn klokkan10 00, 14 00 og 18 00. Lýsingar til á middegi skulu latast inn í seinasta lagi klokkan10 00 fyrrapartin, og lýsingar til klokkan18 00 á kvøldi og klokkan08 00 um morgunin skulu latast okkum í seinasta lagi klokkan14 00. Lýsingar til mánamorgun skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadag klokkan14. Ein ljóðlýsing kann í mesta lagi vera 30 sekund. Tríggir minuttir eru til lýsingar áðrenn høvuðstíðindasendingarnar. Ljóðlýsingin kostar 50 krónur pr. sekund og harafturat kemur eitt ómaksgjald á 250, krónur fyri eina bílleging, sum fevnir í mesta lagi um tíggju lýsingar. Er talan um eina miðlaætlan, har lýst verður fleiri enn tíggju ferðir, til dømis ymisk tíðspunkt ella bæði í útvarpi og í sjónvarpi, so er avgreiðslugjaldið 950, krónur Prísirnir eru uttan mvg. Kunngerðir verða lisnar aftaná høvuðstíðindasendingarnar á middegi og á kvøldi. Kostnaðurin er 30 krónur fyri hvørt orð, og harafturat er eitt ómaksgjald á 100 krónur Tað ber til at fáa kunngerðina lisna í sambandi við smærru tíðindasendingarnar, men tá kostar kunngerðin tvífalt so nógv. Prísirnir eru uttan mvg. Kringvarpslógin ásetir, at Kringvarp Føroya kann hava ískoytisveitingar til serstøk og samskipað tiltøk, og at greiður skilnaður skal vera ímillum programminnihald og ískoytisveitingar. Ein ískoytisveiting er ávís stuðulsveiting sum peningur, stuðul ella vinningur, ið verður latin. Ískoytisveitingin kann latast til størri og kostnaðarmiklar sendirøðir, til dømis innan greinir sum dokumentar, drama og undirhald, ella kostnaðarmiklar ítróttaframleiðslur. Fyritøkur, virki, handlar, stovnar, feløg o.l. kunnu gera sáttmála ar um ískoytisveiting ar. Víst verður til ískoytispolitikkin hjá Kringvarp Føroya Ískoytispolitikkur hjá Kringvarpi Føroya PDF skjal, letur upp í nýggjum kaga Handilslýsingar og kunngerðir skulu orðast soleiðis, at tær eru lættar at skilja og hava ein náttúrligan málburð. Kringvarpið tekur endaliga avgerð um øll ivamál viðvíkjandi innihaldi, orðing og sniði. 1. Kringvarp Føroya sendir handilslýsingar og kunngerðir við heimild í løgtingslóg nummar 61 frá 16. mai 2006 um kringvarp, sum seinast broytt við løgtingslóg nummar 163 frá 24. desember 2015. 2. Lýsingar kunnu vera handilslýsingar ella kunngerðir. Við kunngerðir er at skilja lýsingar við kunnandi endmáli. Við handilslýsingar er at skilja lýsingar við handilsligum endamáli. Handilslýsingar kunnu verða lisnar lýsingar ella ljóðlýsingar. 3. Handilslýsingar og kunngerðir skulu verða greitt orðaðar og sømiligar, og innihaldið má ikki vera villeiðandi. Lýsingar mugu ikki stríða ímóti galdandi lógum ella fyriskipanum annars. Loyvt er ikki at lýsa fyri búskaparliga heftum sjónarmiðum ella fyri átrúnaðarligum ella politiskum áskoðanum. Í handilslýsingum og kunngerðum er ikki loyvt at seta fram sjónarmið ella atfinningar móti politiskum flokkum, feløgum, stovnum, fyritøkum ella privatpersónum. Kringvarpið vegleiðir um, hvussu kunngerðir skulu orðast. Handilslýsingar og kunngerðir skulu orðast soleiðis, at tær eru lættar at skilja og hava ein náttúrligan málburð. Kringvarpið tekur endaliga avgerð um øll ivamál um innihald, orðingar og snið í handilslýsingum og kunngerðum. 4. Lýsingar frá handilsfyritøkum, ið ikki verða lýstar við handilsligum endamáli, verða at rokna sum kunngerðir. Lýsingar frá felagsskapum um tiltøk, ið til dømis hava til endamáls at savna inn pening, verða at rokna sum kunngerðir. 5. Kunngerðir kunnu til dømis fevna um føðingardagar og brúdleyp, lýsing eftir arbeiðsfólki, lýsing um ferðaætlanir, almennar fundir, samkomur, konsertir, dans, biosýningar, sjónleikir v.m. Ikki er loyvt í hesum kunngerðum, at nýta nøvn á ískoytisveitarum, eitt nú í sambandi við tiltøk. 7. Kringvarpið ásetir prísin á kunngerðum og lýsingum. Kunngerðir og lýsingar eiga at verða goldnar innan 14 dagar. Kringvarpið kann krevja, at lýsingar kunngerðir verða goldnar, áðrenn tær verða miðlaðar. Aftrat kvotuni, sum í ár verður 275.832 tons, verða løgd 71.475 tons frá 2015, sum ikki vórðu fiskað, tá árið var liðugt. Tað boðar Fiskimálaráðið frá í tíðindaskrivi. Av hesum skulu Russland, Grønland og ES hava 91.500 tons, sambært fiskivinnuavtaluni. Hjá føroyskum skipum verða sostatt 255.807 tons at fiska í 2016. Av tí at semja ikki fekst millum strandarlondini í heyst um at býta svartkjaftin fyri 2016 og næstu árini, hava londini hvør sær ásett kvotur fyri í ár. Talið á deyðum eftir yvirgangsatsóknirnar í Brússel í morgun er nú komið upp á 34, sambært belgisku tíðindastovuni, VRT, skrivar norska kringvarpið, NRK . Tað er ikki óhugsandi, at talið á deyðum eftir tær tríggjar spreingingarnar í morgun kann vera uppaftur størri, sambært myndugleikunum í Belgia. Kanningararbeiðið er í gongd, tí vit óttast, at yvirgangsfólk framvegis ganga leys, sigur uttanríkisráðharrin, Didier Reynders, við tíðindastovuna RTBF. Belgisku myndugleikarnir váttaðu á middegi, at tað vóru sjálvmorðsbumbumenn, ið framdu yvirgangsatsóknirnar í belgiska høvuðsstaðnum í morgun. Øll almenn ferðsla í Brússel er steðgað. Myndugleikarnir mæla eisini fólki frá at vera í býnum í kjalarvørrinum á atsóknunum í Brússel fyrrapartin. Tvær spreingingar vóru í Zaventem floghavnini umleið klokkan átta í morgun. Umleið ein tíma seinni var eisini ein spreinging í undirgrundarjarnbreytini í Maalbeek. Í Føroyum eru fleiri enn 150 kirkjur og kristilig samkomuhús og eisini ein hópur av trúarrætningum. Fyri tann, sum er uttanfyri, kann tað vera ringt at halda skil á, hvat øll hesi ymisku standa fyri. Og tað kann eisini vera ringt at skilja hví fólk, sum øll rópa seg kristin, standa so spjødd, sum tey gera. Tað er eisini ein sannroynd, at tað mangan hevur verið beinleiðis fíggindaskapur millum samkomurnar. Sjónvarpið fer nú í fimm sendingum at hyggja eitt sindur at trúarlívinum í Føroyum. Vit vitja 16 ymiskar samkomur og tosa við tær um, hvat tær standa fyri, og hvat tær halda um tað, sum hinar standa fyri. Í fyrstu sending vitja vit kirkjuna og nakrar av teimum samkomum, sum hava sama trúargrundarlag sum kirkjan. Hans Petur Hansen hevur fotograferað, og Jógvan Eli Dam hevur sett saman. Lagt til rættis Sjúrður Skaale. Ein føroyingur er millum tey særdu í Brússel. Talan er um 38 ára gamla Sólfinn Hansen, ið starvast sum lærari á Miðnámsskúlanum á Kambsdali. Føroyski Sólfinn Hansen var staddur á Maelbeek, tokstøðini miðskeiðis í býnum í morgun, tá ein bumba brast í belgiska høvuðsstaðnum. Hann er innlagdur á sjúkrahús í Brússel, men er sum skilst ikki í livsvanda. Tey nærmastu hava fingið boðini og hava verið í sambandi við Sólfinn Hansen. Sendikvinnan, Kate Sanderson, hevur verið í sambandi við Sólfinn Hansen, sum hevur fingið skaða í høvdið, tó ikki álvarsligt. Hon var á veg inn á sjúkrahúsið at vitja hann, tá útvarpið tosaði við hana. Standandi myndir Á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn stendur ein skógur av andlitum, og hetta hugtekur listaummælaran á Weekendavisen, Lisbeth Bonde. Tað er føroyski listamaðurin Hans Pauli Olsen, sum hevur gjørt bringumyndirnar, standmyndirnar og tekningarnar, sum verða sýndar fram á Norðurbryggjuni. Hans Pauli er ein av teimum fáu listamonnunum í dag, sum meistrar at tilevna ta klassisku standmyndina, samstundis sum hann er ein endurnýggjari av listagreinini. Islamsku statur boðar nú frá, at felagsskapurin atekur sar ábyrgdina av yvirgangsatsóknunum. Tað sigur enskttalandi útgávan av tíðindastovuni hjá IS, Amaq, í einum boðum. Men Abdeslam segði, tá hann varð handtikin fríggjadagin, at hann hevði eitt netverk, sum hevði lagt ætlanir fyri fleiri nýggj álop. Landasorg er lýst av verða í Belgia í tríggjar dagar. Teir 28 ríkisleiðararnir í ES siga í felags fráboðan, at álopini í Brússel styrkja teirra vilja um at verja evropisk virði. Atsóknirnar verða settar í samband við yvirgangsálopini og møguliga leitanina eftir ávísum persónum, sum eru sæddir í upptøkum frá vakmyndatólum á flogvøllinum í Brussel. Belgiskir mydugleikar hava heitt á fjølmiðlar um ikki at almannakunngerða upplýsingar um politiatsóknirnar og hvar tær eru, og tí er lítið at frætta um, hvat hendir í leitanini eftir teimum samseku. Yvirgangsatsóknin í Bruxelles í morgun fer ivaleyst at birta kjakið um flóttafólk og um vandan við islamismu, metir Heini í Skorini phd lesandi og master í religiónsvísind. Men hann hevur tað gott eftir umstøðunum, sigur bróðurin, Ísak Hansen, sum tó ikki veit nágreiniliga, hvat hendi Sólfinni Hansen lagnumorgunin í metroini í Bruxelles. Alifyritøkan Marine Harvest roynir nú nakað nýtt fyri at minka um lúsatrýstið í aliringunum norðuri í Sundalagnum. Laksurin verður baðaður í feskum vatni meðan hann framvegis er í aliringinum. Hetta er ein varligari háttur at beina fyri lýsnum, men um hetta munar nakað veit alifyritøkan ikki fyrrenn um nakrar dagar. Borgarstjórin í Havn vil nú hava tunnilsfelagið at fyribils steðga arbeiðinum at gera innkomuvegin til Eysturoyartunnilin. Tað hevði verið best, um rundkoyringin verður flutt nærri Sandvíkarhjalla, siga tey á Hvítanesi. Teitur Samuelsen, formaður í Tunnilsfelagnum, vil í dag ikki siga annað enn, at arbeiðið er byrjað, og at ætlanin er ikki at broyta innkomuvegin. Laksalýsnar eru um allar Føroyar heilt uti á landgrunninum, og rákið er soleiðis at tær altíð koma inn móti landið. Tí er onki annað at gera enn at minka um lúsatalið so smittutrýstið verður minni. Tað heldur Knud Simonsen granskari. Tróndur J. Kragesteen hevur gjørt animeringina Fiskiskapurin hjá útróðrarbátunum, sum royna eftir várfiski norðanfyri, er sum heild góður. Men útróðrarmenn lata illa at prísinum. Belgiska løgreglan leitar eftir einum manni, sum fylgdist við tveimum øðrum monnum í Zaventem floghavnini í Brússel í gjáramorgunin. Menninir, sum hann fylgdist við, verða hildnir at hava framt sjálvmorðsyvirgangsatsóknina í floghavnini, men maðurin, sum leitað verður eftir, slapp til rýmingar. Myndir av manninum eru tiknar við einum vakmyndatóli í fráfaringarhøllini í floghavnini, har bumburnar brustu. Hann er í hvítu jakka, hatti og brillum. Hinir báðir, ið stóðu handan sjálvmorðsálopið í floghavnini í Brussel í gjár, eru, sambært belgisku sjónvarpsstøðini RTBF, brøður, ið áður høvdu staðið fyri skipaðum kriminaliteti, men teir eru ikki áður settur í samband við yvirgang. Sambært einari belgiskari sjónvarpsstøð setti ein hýruvognsførari seg alt fyri eitt í samband við løgregluna, tá hann frætti um bumbuspreingingarnar í Zaventem floghavnini. Bilførarin, sum koyrdi menninar, legði til merkis, at teir vildu sjálvir handfara kuffertini og vildu ikki hava bilføraran at hjálpa sær. Borgarstjórin í Zaventem váttar fyri tíðindastovuni AFP, at menninir komu til floghavnina í einum hýrubogni. Hann sigur, at teir høvdu bumbur í viðførinum, sum teir settu á viðførisvognar. Triði maðurin hevði eisini eitt kuffert á viðførisvogninum, men hann er flýddur, tí bumban brast ikki, sigur borgarstjórin í Zaventem. Í forstaðnum Schaerbeek í ein landnyrðing úr Brússel hevur løgreglan funnið fløgg, sum Islamskur Statur nýtir, seymbumbur og eiturevni, upplýsir almenni ákærin í Belgia. Í stuttum snýr HEIMA, eins og HOYMA, seg um konsertir heima hjá fólki. 20 konsertir við 10 tónlistafólkum, heima í stovuni í 10 ymiskum húsum í Nólsoy. Umframt konsertirnar, kunnu fólk eisini keypa mat. Barbara sigur, at tey fara at borðreiða við ræstfis kakrok ettum, og sjálvandi verður eisini kynt undir heita pottinum. J og K Petersen hevði lægsta tilboð, sum var slakar 387 milliónir krónur. Dýrasta tilboðið var slakar 800 milliónir. Tað var frá TG og Suðurverki, sum bjóðaðu saman. Grót, sum verður keypt frá Búnaðarstovuni, skal leggjast afturat byggikostnaðinum, og útreiðslur eru eisini til verkætlan, eftirlit og trygging. Eisini republikanarin Ted Cruz hevur orsøk til at fegnast. Hann fekk meir enn helvtina av atkvøðunum hjá republikanarunum í Utah í gjár. Belgiska blaðið Le Dernier Heure vildi annars verið við fyrrapartin, at maðurin, sum er undir illgruna fyri at hava verið við í yvirgangsatsóknini í floghavnini í Brússel í gjár, varð handtikin. Tíðindini um handtøkuna vóru ongantíð alment váttað, og nú tekur blaðið søguna aftur. Tíðindini komu, eftir at belgiska løgreglan hevði handtikið ein mann í Anderlecht. Men talan var um ein annan, sum er undir illgruna, skrivar Reuters. Eggini verða løgd eina kurv frammi í kór, soleiðis at øll í kirkjuni síggja tey. Prestur fer síðan at greiða frá søguni um eggini á páskum, og hvat tað var, sum Jesus gjørdi páskadag. Børnini sleppa at taka eggini við heimaftur til húsa, so tey kunnu rullast. Afturfyri fáa børnini eitt sjokolátaegg frá Vestmanna kirkju. Fólk skulu hava eitt málað egg fyri hvørt barnið við heimanífrá. Leif Sørensen, kokkur, varð í dag heiðraður við Norðurlendska Herðaklappinum. Tað er Norrøna Felagið í Føroyum, sum handar herðaklappið á Norðurlandadegnum. Tú fært heiðurin fyri at gera føroyska matin kendan í Norðurlondum og kring allan heimin, men eisini fyri at gera okkum sjálvi varug við tann góða smakk vit eiga í sjógvi, fjøru og haga, segði Turid Christophersen, forkvinna í Norrøna Felagnum, tá gav Leif Sørensen herðaklappið. Umframt eitt blómutyssi fekk hann eisini ein flogferðaseðil. Leif Sørensen er ein av undangongukokkunum handan tað, vit kalla The Nordic Cuisine. Í 2004 var hann saman við 11 øðrum norðurlendskum kokkum við til at orða manifestið um nýggjan norðurlendskan mat, sum hevur verið slóðbrótandi innan fínari matmentan kring allan heim hesi seinastu árini. Herðaklappið varð handað á Norðurlandadegnum, sum er dagurin, tá Helsingfors sáttmálin varð undirskrivaður. Herðaklappið varð latið á fyrsta sinni í fjør til útvarpsvertin Ragnar A. Jacobsen fyri tónleikasendingina Norðurljóð. Ein privat hotell bygging fyri 50 milliónir krónur í einum bygningi, sum kommunan hevur umvælt fyri 100 milliónir skattakrónur, má tola almenna umrøðu. Tað sigur Annfinn Brekkstein, býráslimur, sum nú fær skyldina fyri slitnaðu samráðingarnar millum Smyril Line og Tórshavnar kommunu. Byrjað verður við sendingini úr Saksun tann 29. mars, og vikurnar eftir hetta fáa sviar høvi at ferðast við Spískamarinum í Borðoy, Sandoy, Nólsoy, Koltri og í Elduvík. Tað stutta av tí langa tú mást einans dansa alment páskaaftan eftir midnátt, og tú kanst drekka alment meginpartin av páskadøgunum, men tú mást ikki larma. Páskaaftan leygardagin er loyvi at dansa frá klokkan00.01 til klokkan03.45 leygarmorgun . Loyvi er at skeinkja frá klokkan00.01 til klokkan03.45 leygarmorgun og klokkan11.00 til klokkan24.00 leygardag Páskadag sunnudag er ikki loyvi at hava dans yvirhøvur. Loyvi er skeinkja frá klokkan11 til 23.45, men tú mást ikki larma frá klokkan11. til klokkan16. Í tíðindinum í gjár vísti Erla Olsen, adjunktur á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, á, at náttúruvísindi er nógv niðurraðfest í fólkaskúlanum. Fyrst verður farið í Norðurlandahúsið, har listfrøðingurin Solveig Hanusardóttir Olsen, og jarðfrøðingurin, tónleikarin Uni Árting fara at ummæla og umrøða lista og vísundaframsýningina Red Snow Ice in Motion, ið kann síggjast til sunnudagin 3. apríl. Fyrrapartin heiðraði Norrøna felagið Leif Sørensen, matmentanarmanni og kokki, við Norðurlendska herðaklappinum, og vit vóru eisini á gátt. Alan Parson hevur gjørt vart við seg á plátum sum Abbey Road við The Beatles og Dark side of the moon við Pink Floyd, eins og hann og Eric Woolfson í 1975 stovnaðu legendariska studiobólkin The Alan Parsons Project. Vit hitta Erik Biskopstø, sum í fjør var á ljóðskeiði hjá Alan Parson í Abbey Road Studios. 15. november i fjør vóru 100 ár liðin, síðani kirkjulið Sankta Ólavs í Keypmannahavn varð stovnað, og í fjør gav kirkjuliðið út bók í samband við runda dagin. Vit hitta Jákup Reinert Hansen, lektara í kirkjusøgu, ið fer at siga okkum um kirkjuliðið, prestarnar og bókina. Tú kanst hoyra sendingina her Men tað var ikki einasta broytingin. Samstundis var siðvenjan fyri hvørji aliloyvi telja við broytt, so ein fyritøka kundi eiga 14 av 28 aliloyvum og ikki 11 av 22. Haraftrat var reglan um, at eingin má eiga meira enn 25 prosent av samlaðu aluloyvunum strikað, og tað merkir, at fyritøkur nú kunnu eiga í øðrum fyritøkum, uttan at tað ávirkar talið av loyvum hjá teimum, so leingi tær ikki hava ræði á fyritøkuni tær eiga í. Hann heldur, at Løgtingið visti ikki, hvat tað samtykti, tá alilógin var broytt í 2010, og stjórin á Marine Harwest, Hans Jáku Mikkelsen tekur undir við honum. Kyndil vann á VÍF, KÍF á Neistanum og H71 á Team Klaksvík. Tað ber í sær, at vestmenningar, ið annars hava ligið væl fyri í stríðnum um annað finaluplássið, nú eru tvey stig framman fyri kollfirðingar, sum hava spælt ein dyst minni enn VÍF. Tískil er aftur púra opið um, hvør kemur í finaluna saman við hoyvíkingum. Tað eru meira enn tvey áratíggju liðin, síðani fólk í tíggjutúsundatali lótu lív í krígnum á Balkan. Í dag kann punktum verða sett fyri størsta fólkdrápi í Evropa eftir seinna heimsbardaga. 70 ára gamli Radovan Karadzic er skuldsettur fyri fólkadráp og brotsverk móti mannaættini í krígnum í Bosnia Hersegovina frá 1992 til 1995. Ákærumyndugleikin í Belgia hevur váttað, at tveir av teimum fýra yvirgangsmonnunum eru brøðurnir Khalid og Brahim el Bakraoui. Brahim spriongdi seg sjálvan og 10 fólk í luftina á Zaventem flogvøllinum, og Khalid gjørdi tað sama í Maelbeek metroini, har 20 fólk lótu lív. Samleikin hjá hinum báðum yvirgangsmonnunum er ikki staðfestur enn, sigur ákærumyndugleikin í Belgia. Annar doyði undir álopunum, hin verður jakstraður av løgregluni. Óváttað tíðindi siga, at annar av yvirgangsmonnunum frá flogvøllinum er eftirlýsti jihadisturin, Najim Laachra oui, hvørs DNA varð funnið á spreingievni, sum hevur samband við yvirgangsatsóknirnar í franska høvuðsstaðnum, París. Belgiska public servicerásin RTBF sigur, at enn ein persónur skal hava verið uppi í sjálvmorðálopinum í metroini, og at hann skal vera sæddur á vakmyndum við eini stórari tasku. Innanríkis og løgmálaráðharrarnir í ES hittast í dag á kreppufundi at tingast um, hvørji tiltøk skulu setast í verk eftir yvirgangsatsóknirnar. Ein føroyingur var millum tey, sum vórðu løstað í bumbubrestinum í metroini í miðbýnum í Brússel. Hann varð útskrivaður av sjúkrahúsinumi gjár og slapp við flogfari til Danmarkar. Tað er myndahøggarin Andrias Andreassen, ið hevur avmyndað rithøvundan. Í sambandi við tiltakið verða røður, tónleikur og sangur. Aftaná verður tiltak í SÍF húsinum. Hann flutti til Havnar 14 ára gamal, men heimbygdin stóð altíð ljóslivandi fyri honum, og nógvar søgur fara fram í og kring Sandavág. Stýrisfundur verður fyrsta dagin, og Dennis Holm vónar, at leiðarin er settur miðskeiðis í næstu viku. Viðkomandi skal setast skjótast gjørligt. Leiðarastarvið er lønt í 34. lønarflokki sambært sáttmálanum hjá Felag Tænastumanna Landsins í løtuni góðar 37.0000 um mánaðin umframt eftirløn og frítíðarískoyti. Johan Cruyff vann Evropa Cup tríggjar ferðir á rað við Ajax og var venjari hjá Barcelona, tá liðið vann Evropa Cup fyrstu ferð í 1992. Í februar í ár segði Johan Cruyff, at hann var á odda 2 0 í dystinum ímóti lugnakrabba, og hann var vísur í, at hann fór at vinna dystin. Skráseting Føroya er farin undir at kanna viðurskiftini millum Bakkafrost og Faroe Farming, har Bakkafrost eigur 49 prosent. Men Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í kappandi alifyritøkuni Marine Harvest er ikki í iva tað er Bakkafrost, sum hevur ræðið á Faroe Farming, og sostatt hevur Bakkafrost í roynd og veru ræðið á 73 prosentum av aliloyvunum í Føroyum, hóast lógin sigur, at 50 prosent er hámarkið. Í 2011 keypti Bakkafrost Havsbrún og í 2012 fekk felagið loyvi frá Heilsufrøðiligu Starvstovuni til at selja 51 prosent av Faroe Farming, heldur enn at avhenda tvey aliloyvi. Kravið frá Heilsufrøðiligu Starvstovuni var, at tað eftir søluna ikki var Bakkafrost, sum í veruleikanum hevur ræðið á Faroe Farming. Heilsufrøðiliga Starsvtovan setti í tí sambandi nøkur krøv til partafelagssáttamálan millum Bakkafrost og Faroe Farming. Men sambært Stjóranum á Marine Harwest, Hans Jákupi Mikkelsen, so er tað Bakkafrost, sum hevur ræðið á Faroe Farming Poul Michelsen, landstýrismaður í Vinnumálum, vil ikki úttala seg um hetta málið, fyrr enn Skráseting Føroya er komin við síni niðurstøðu, men sigur, at alilógin skal endurskoðast øll, sum hon er. Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti fekk møguleikan at vera við í Radaranum, men tað lá ikki fyri hjá honum at luttaka. Dómararnir hjá Sameindu Tjóða í Haag dømdu hann sekan í 10 av 11 ákærum, eisini fyri ræðuliga blóðbaðið, sum fór fram í Srebenica í 1995. Karadzic, sum er 70 ára gamal, er tann týdningarmesti politiski leiðarin, sum hevur tikið móti dómi fyri harðskapin og morðini, sum hendu, tá Jugoslavia datt sundur. Rættarmálið móti honum verður hildið at vera eitt tað mest umráðandi síðani seinna heimskríggj, tá tað snýr seg um krígsbrotsverk. Hann hevur allatíðina noktað seg sekan og hevur sagt, at um brotsverk vórðu framd, so vórðu tey framd av einstaklingum og ikki nøkrum, sum hann hevði undir sínum ræði. Men hann var funnin sekur í tí seinnu ákæruni um fólkamorð í Srebenica, har bosniskir serbarar myrdu meira enn 7000 óvápnaðar muslimskar menn og dreingir. Í gjárkvøldið vórðu seks fólk handtikin í einum stórum løgregluátaki, skrivar tíðindastovan Belga sambært Reuters. Og í morgun varð eitt fólk handtikið í býarpartinum, Forest. Trý av teimum handtiknu vórðu tikin nærhendis týdningarmesta rættarbygningin í Belgia, sum myndugleikarnir eru sera eymir um. Bygningurin hýsir dómstólunum í Brússel. Enn er ógreitt, hvørji tey handtiknu eru. Millum annað er ógreitt, um teir eftirlýstu persónarnir eftir yvirgangsatsóknina, eru millum tey handtiknu. Belgiska stjórnin hittist í dag á fundi at umrøða, hvussu lógin at basa yvirgangi skal herðast. Fregnartænastan í Belgia hevur verið fyri hørðum atfinningum eftir at tað er komið fram, at Belgia og Holland høvdu fingið ávaringar um ein av gerningsmonnunum í álopinum í Brússel. hetta er ein ávaring sum kom úr Turkalandi í juni í fjør. Løgmálaráðharrin og innanríkisráðharrin hava bjóðað sær til at taka avleiðingarnar og fara úr embætinum, men forsætisráðharrin vil ikki lata teir fara frá. Belgia hevur ikki brúk fyri eini stjórnarkreppu nú, er grundgevingin. Bretska felagið London Oil and Gas Ldt er sinnað at gera íløgur í Atlantic Petroleum. Feløgini verða í sonevndum ekslusivitetssamráðingum næstu tríggjar mánaðirnar. Hesa tíðina fer bretska felagið at rinda Atlantic Petroleum eina hálva millión krónur um mánaðin. Hetta er ein glotti í teimum myrku búskaparligu tíðunum hjá Atlantic Petroleum, sum hevur hótt oljufelagið, ásannar stjórin Ben Arabo. Atlantic Petroleum er komið sera illa fyri av lága oljuprísinum, og oljufelagið hevur boðað partaeigarunum frá, at eingin vissa er fyri, at tað fer at lukkast at bjarga felagnum. Forstjórin í London Group og London Oil and Gas Ltd sigur høvuðsorsøkina til íløguna verða, at Orlando og Kell fara sannlíkt at hava stórt virðið, tá oljumarknaðurin kemur fyri seg aftur. Læknar, politistar, sálarfrøðingar og starvsfólk hjá Reyðakrossi arbeiða støðugt at hjálpa fólki, sum leita eftir familju ella vinum. Í gjár vóru umleið 30 fólk framvið hjá okkum at leita eftir familju, sigur Ine Van Wymersgh. Arbeiðið er trupult, tí kanningarfólkini hava ongar ferðafólkalistar at ganga eftir, sammett við tá flogvanlukkur henda. Ongin veit við vissu, hvør var í fráfaringarhøllini á flogvøllinum og í metroini, tá bumburnar brustu. Og hartil kemur, at bumburnar vóru sera sterkar. Tí er talið á fólkum, sum ikki eru eyðmerkt, óvanliga høgt. Kanningarfólkini royna tí at brúka persónligar lutir, so sum pungar og smúkkur at finna fram til tey deyðu. Og tey avvarðandi verða spurd um hædd, vekt og hárlit á teimum saknaðu. Tað var fyrrapartin týsdagin, at Belgiski høvuðsstaðurin varð raktur av yvirgangi. Fyrst á flogvøllinum Zaventem og so í einum metrotoki á støðini Maelbeek miðskeiðis í Brússel. Hanus Vang, borgari, heldur, at myndugleikarnir tykjast ikki gáa um, at staðsetingin er brot á byggisamtykt, sum hesir somu myndugleikar hava gjørt. Tórshavnar Kommuna hevur heitt á landsstýrismannin um at steðga arbeiðinum til kommunan og landið eru vorðin samd um, hvar vegaføringin endaliga skal vera. Landsstýrismaðurin Henrik Old ætlar sær kortini ikki at royna at steðga arbeiðinum. Í Íslandi er forsætisráðharrin, Sigmundur Davíð Gunnlaugsson, komin í eitt politiskt ódnarveður, nú tað er komið fram, at fyritøkan, sum kona hansara eigur og rekur, hevur útivið 63 milliónir krónur í varðveitslu á bretsku Jomfrúoyggjunum. Oyggjarnar eru tiltiknar sum skattaskjól. Sama fyritøkan krevur pengar úr trotabúnum eftir fíggingarstovnarnar Glitnir, Kaupthing og íslendska Landsbankanum, sum fóru á húsagang undir íslendsku fíggjarkreppuni. Kravið hjá fyritøkuni er 26,5 milliónir krónur. Íslendski forsætisráðharrin er nú fyri hørðum atfinningum, tí hann hevur sjálvur verið ein av fortalarunum fyri at styrkja íslendsku krónuna. Ein av fortreytunum er, at íslendsku pengarnir verða varðveittir innan fyri íslendsku landamørkini. Hann hevur eisini sagt, at tey, sum krevja pengar úr trotabúnum eftir kollsigldu bankarnar, eru sjálvsøkin og hótta íslendska búskapin. Íslendski fíggjarmálaráðharrin, Bjarni Bænadiktsson, sigur seg einki vita um nakað skattaskjól, men andstøðan hóttir nú við misáliti. Í drúgvari viðtalu við íslendska Fr ttablaðið í gjárkvøldið, segði íslendski forsætisráðharrin, at øll fíggjarviðurskifti hjá fyritøkuni eru lóglig og at íslendska skattaskipanin hevur vitað um pengarnar. Forsætisráðharrin skoytti uppí, at hann var annars ikki sinnaður at tosa við fjølmiðlarnar um fíggjarviðurskiftini hjá konuni. Viðtalan hevur eftir øllum at døma ikki sissa politisku mótstøðufólkini. Tey siga í íslendskum fjølmiðlum í dag, at forsætisráðharrin hevur einki trúvirði, og tey heita á hann um at skriva út nýval. Politiið hevur handtikið ein persón, sum er undir illgruna fyri at ætla yvirgang og hava steðgað fyrireikingunum til eitt yvirgangsálop. Hann segði, at enn eru ikki prógv fyri, at samband er millum atsóknirnar í Brússel týddagin og hesa ætlaðu atsóknina. Talan er um ein franskan ríkisborgara, sum er handtikin. Handtikni persónurin hevur verið eygleiddur av fronsku myndugleikunum í fleiri vikur, sigur franski innanríkisráðharrin. Handtøkan er úrslit av einúm tøttum og støðugum samstarvi millum evropeiskar fregnartænastur. Runavíkar Kommuna arbeiðir saman við landsverki og tunnilsfelagnum um at finna eina loysn á vegasambandinum til og frá tunlinum. Ætlanin er at hava løttu ferðsluna gjøgnum býin og so at gera ein veg eftir havnarlagnum til ta tungu ferðsluna. Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík, sigur, eftir at linjuføringin til tunnilin varð broytt, gevur tað onga meining av hava veg omanfyri býin. Tórbjørn Jacobsen sigur, at enn er ikki alt við vegaføringini endaliga komið upp á pláss, men tað verður væntandi klárt um einar tveir til tríggjar mánaðir. Í landsvegaætlanini seinastu umleið 40 árini hevur annars verið ætlanin, at ein vegur skuldi gerast omnanfyri bygdirnar frá Søldarfirði til Runavíkar. Runavíkar býráð samtykti á fundi seinast í januar at fyrireika broyting av býarplaninum, soleiðis at landsvegurin omanfyri bygdirnar verður tikin burturúr býarplaninum. Altjóða Hvalaveiðunevndin, IWC, hevur sett forboð fyri hvalaveiðu í Suðuríshavinum, tí fleiri hvalasløg eru hótt. Í 1986 setti ein millumtjóðaavala forboð fyri vinnuligari hvalaveiðu. Í Japan halda tey ikki, at fleiri hvalasløg eru hótt. Japanskir hvalaveiðumenn hava loyvt sær at veiða í Suðuríshavinum í vetur fyri at prógva, at sildrekastovnurin ikki er hóttur. Hetta er ikki fyrstu ferð, at japanskir hvalaveiðumenn gera sær dælt av einari orðing í lógini, sum sigur, at hvalur kann skjótast til kanningarendamál. Altjóða Dómstólurin í Haag kom í fjør til ta niðurstøðu, at japanska hvalaveiðan kann ikki roknast sum kanningarbeiði, og tí má hvalaveiðan steðga. Í nátt verður farið frá vetrartíð til summartíð, og tí skal klokkan flytast ein tíma fram. Tað merkir, at klokkan eitt í nátt skal klokkan flytast ein tíma fram, so hon verður tvey. Vit missa altso ein tíma í nátt. Og orkar man ikki at sita uppi so leingi, so ber sjálvandi til at flyta klokkuna áðrenn. Vit hava fingið øll neyðug loyvi og hava kunnað á rætta stað. Avgerðin er tikin, og til ber ikki at flyta vegin nakað munandi, uttan at gera alla verkætlanina umaftur, sigur Teitur Samuelsen, stjóri í partafelagnum Eystur og Sandoyartunlar. Hóast Teitur Samuelsen, stjóri í partafelagnum Eystur og Sandoyartunlar, sigur seg skilja sjónarmiðið um at vegurin til tunnilsmunnan forðar Hvítanesi í at veksa, so er tað ikki eitt atlit, sum fær felagið at broyta kós. Við hesum sipar hann til sjálva linjuføringina tað vil siga, hvar undirsjóvartunnilin millum Streymoynna og Eysturoynna skal liggja. Sambært tunnilsstjóranum hava ráðgevarnir hjá felagnum tó fingið boð um, í størst møguligan mun at taka hædd fyri teimum viðmerkingum, sum eru komnar frá fólki á Hvítanesi og øðrum um nýggja íbindingarvegin til Eysturoyartunnilin. Unga tónlistakvinnan, Lea Kampmann, hevur vakt stóran ans í Føroyum við sínum hugtakandi tónleiki. Hon hevur spælt til fleiri tiltøk og skal spæla til fleiri aftrat. Millum annað skal hon spæla til Heima konsertirnar í Nólsoy í dag, 26. mars, og aftur í Maggie s 2. apríl. Saman við Vinjari Egilsnes Petersen og Ólavi Gaard hevur Lea innspælt White Bird í Raclip. Og meira er á veg, ljóðar tað á hennara facebookvanga. Í Hesti vera tríggir ymiskir gongutúrar umframt okkurt gott til matna. Í Koltri verður søgulig frágreiðing um gomlu býlingarnar og gongutúrur niðan á oyggj. Stutt eftir, at Føringafelag er stovnað í 1888 og Føringatíðindi, fyrsta avís, skrivað á føroyskum, kemur út í 1890, tekur seg upp tvístøða um føroyska skriftmálið. Málfrøðingurin Jakob Jakobsen mælir til eina ljóðfrøðiliga stavseting heldur enn hina upprunafrøðiligu málskipanina hjá Hammershaimb. Í 1895 verður samtykt uppskot um Broyting, sum er ein linking í Hammershaimbs stavsetingini, men mótstøðan er stór, og sum frá líður verður gingið frá semjuni um Broyting. Føringafelag klovnaði av harða stríðnum, og í 1906 fáa vit politiskt floksbýti á tingi. Tann breiða tjóðskaparrørslan er syndrað av innanhýsis málstríði. Stóra stríðsmálið í nýggju øldini er, um føroyskt skal loysa danskt av sum kirkju og undirvísingarmál. Smátt gongur at fáa politiska undirtøku í Føroyum fyri hesum setningi. Í 1912 verður tann umstrídda grein 7 samtykt, ið ásetur, at danskt er kenslumál í Føroyum. Eldsálir strevast kortini uttan íhald at vinna føroyskum betri sømdir. Sagt verður eisini frá lyklapersónum í málstríðnum V.U. Hammershaimb, Jakob Jakobsen, Fríðrik Petersen, Jákup Dahl, A.C. Evensen og annað. Málfrøðingar, søgumenn, rithøvundar o.o. greiða frá. Nortið verður við týðandi tilburðir í málsøgu okkara farnu øldirnar, og sagt verður frá teimum, sum vóru undangongufólk í stríðnum fyri føroyska málinum. Vit hoyra um royndirnar hjá V.U. Hammershaimb at evna til eitt føroyskt skriftmál, og um tjóðskaparvekingina millum føroyingar í útisetu og heima í Føroyum seint í 1800 árunum. Um fimm tíðina í morgun, var ein kvinna tikin í Havn, og lítla løtu seinnu var ein onnur kvinna steðga, og tær verða báðar skuldsettar fyri rúsdrekka koyring. Annars var friðarligt í býnum í Havn, hóast nógv fólk var í býnum. Løgreglan koyrdi onkran fullan heim, og onkrastaðni høvdu fólk hug at fara til hendurs, men løgreglan fekk steðgað tí, áðrenn tað kom so langt. Frans pávi segði í boðskapi sínum til mannfjøldina á Pæturstorginum í Rom í dag, at flóttafólk verða víst burtur, ið áttu at verið boðin vælkomin og fingið hjálp. Páskaboðskapurin um upprisna Kristus minnir okkum á hvørki at gloyma tey, ið leita eftir eini betri framtíð, ella tey, ið flýggja undan kríggi, hungri, fátækdømi og órætti, segði Frans pávi. Í páskaprædiku síni í gjárkvøldið hevði pávin yvirgangin í Evropa í huga og heitti á tey kristnu um ikki at lata seg binda niður av ótta og svartskygni. Nógvir útlendskir katolikkar hava avlýst ferðina til Rom á páskum eftir yvirgangsatsóknirnar í Brússel, men Pæturskirkjan var tó stúgvandi full, tá pávin helt messu í gjárkvøldið. Í USA hevur demokratiska valevnið Bernie Sanders vunnið trý undanval á Hillary Clinton í statinum Washington, í Alaska og á Hawaii. Men tað verður møtimikið hjá Bernie Sanders at fáa Hillary Clinton aftur, tí hon er nógv nærri at røkka teimum 2.383 atkvøðunum, ið skulu til fyri at gerast demokratiskt forsetavalevni. Áðrenn hesi trý undanvalini í statinum Washington, í Alaska og á Hawaii hevði Hillary Clinton 1692 umboð aftan fyri seg, meðan Bernie Sanders hevði 949, ið fara at vísa á hann sum valevni. Hóast Bernie Sanders er bjartskygdur, so skulu størri og meira avgerandi statir vinnast, um hann skal gerast demokratiskt forsetavalevni. Tað eru statir sum California og New York har veljarakanningar vísa, at Hillary Clinton fer at vinna á Bernie Sanders. Stórar mannamúgvur hava verið á gøtunum í Dublin í dag til minningarhald, nú hundrað ár eru liðin síðani páskauppreisturin í Írlandi. Minningarhaldið var framman fyri høvuðsposthúsið í Belfast, ið fyri hundrað árum síðani var høvuðsstøð hjá írska uppreistrarliðnum. Har var hernaðarskrúðgonga, ein heryvirmaður las yvirlýsingina um loysing frá Bretlandi soleiðis, sum hon varð orðað í 1916, írski forsetin Michael D. Higgins legði ein krans framman fyri posthúsið, og tøgn var í ein minutt at minnast tey, sum lótu lív. Bretar bardu uppreisturin niður við harðari hond, sekstan uppreistrarleiðarar vóru avrættaðir, men tað sum hendi á páskum í 1916 var byrjanin til endan á bretskum valdi í Írlandi, tí írar hildu fram við frælsis stríðnum. Í 1922 fekk Írland støðu sum bretskt krúnland og full loysing varð tikin í 1937, tá lýðveldið Írland varð sett á stovn. Alt Írland loysti tó ikki frá Bretlandi, tí eftir í bretska kongsríkinum vóru seks fylki, ið saman nevnast Norðurírland. Uppskotið um at broyta hjúnarbandslógina kemur úr Trivnaðarnevndini, áðrenn løgtingið fer í summarfrí seinast í apríl. Tað ætlar Katrin Kallsberg, forkvinna í Trivnaðarnevndini. Eftir at uppskotið hevði ligið í Trivnaðarnevndini síðan november mánaða, kom uppskotið til aðru viðgerð aftur í løgtingum 16. mars. Men semja var ikki í samgonguni um uppskotið, Serstakliga er tað tulkingarósemja um, hvørt samkynd, sum eru borgarliga vígd kunnu krevja eftir grein 14, stk. 2 í hjúnabandslógini, at verða signað í kirkjuni. Tískil endaði málið aftur í Trivnaðarnevndini. Kemur tað ikki úr nevndini aftur, áðrenn løgtingið fer í feriu 25 apríl, so dettur málið burtur. Uppskotið um at broyta hjúnabandslógina kemur úr Trivnaðarnevndini, áðrenn Løgtingið fer í summarfrí seinast í apríl. Tað ætlar Katrin Kallsberg, forkvinna í Trivnaðarnevndini. Eftir at uppskotið hevði ligið í Trivnaðarnevndini síðan november mánaða, kom uppskotið til aðru viðgerð aftur í Løgtingum 16. mars. Men semja var ikki í samgonguni um uppskotið, Serstakliga er tað tulkingarósemja um, hvørt samkynd, sum eru borgarliga vígd kunnu krevja eftir grein 14, stk. 2 í hjúnabandslógini, at verða signað í kirkjuni. Tískil endaði málið aftur í Trivnaðarnevndini. Kemur tað ikki úr nevndini aftur, áðrenn Løgtingið fer í feriu 25. apríl, so dettur málið burtur. Uppskotið um at broyta hjúnarbandslógina kemur úr Trivnaðarnevndini, áðrenn løgtingið fer í summarfrí seinast í apríl. Tað ætlar Katrin Kallsberg, forkvinna í Trivnaðarnevndini. Eftir at uppskotið hevði ligið í Trivnaðarnevndini síðan november mánaða, kom uppskotið til aðru viðgerð aftur í løgtingum 16. mars. Men semja var ikki í samgonguni um uppskotið, Serstakliga er tað tulkingarósemja um, hvørt samkynd, sum eru borgarliga vígd kunnu krevja eftir grein 14, stk. 2 í hjúnabandslógini, at verða signað í kirkjuni. Tískil endaði málið aftur í Trivnaðarnevndini. Kemur tað ikki úr nevndini aftur, áðrenn løgtingið fer í feriu 25 apríl, so dettur málið burtur. Enn er ikki greitt, nær teir verða lagdir fram, men í tingskipanini stendur, at uppskot um játtanarkarmar fyri fíggjarlógina komandi ár, skal verða lagt fram fyri 1. apríl. Sambært skránni hjá Løgtinginum, so er fyrsti tingfundur eftir páskir hósdagin. Sum skilst, verða fíggjarkarmarnir lagdir fram tá, og tá fer tíðindafundur eisini at vera í Fíggjarmálaráðnum. Belgiska ákæruvaldið hevur júst sent út eitt tíðindaskriv, har tað skuldsetur tríggjar persónar fyri at vera við í einum yvirgangsbólki. Sunnudagin vóru fýra persónar handtiknir eftir, at løgreglan hevði gjørd 13 húsarannsóknir í Brússel og Antwerpen. Ein av hesum persónunum er latin leysur aftur, sigur belgiska ákæruvaldið í tíðindaskrivinum í dag. Zakaris Wang, sum er fyrrverandi formaður í ráðgevandi nevndini hjá Tórshavnar býráð fyri Hoyvík og Hvítanes, hevur kært til Kærnevndina í lendismálum um at Tunnilsfelagið, sum ger tunnilin millum Eysturoynna og Streymoynna, ger annan tunnilsmunnan á Hvítanesi. Sambært byggisamtyktini er tað bara loyvt at byggja sethús á økinum, har tunnilsmunnin nú verður gjørdur, og er ikki loyvt at hava nakað virksemi á økinum sum við royki, gangi, ella við útsjónd síni ella á annan hátt eftir meting býráðsins kann vera teimum, sum uttan um búgva, til ampa. Síggj eitt innslag, sum TV2 gjørdi við Sólfinn Hansen Forenet i København Det tog fem timer, før jeg fik fortalt min kone, at jeg var i live Nú fær Tróndur møguleikan at vísa mær og Jóanes Jacobsen hjálparvenjara,, at vit eiga at satsa upp á hann. Tað sigur Lars Olsen, venjari á føroyska fótboltslandsliðnum, við Kringvarpið. Hetta er fyrstu ferð, at Tróndur Jensen er við í landsliðshópinum. Nú, Fróði Benjaminsen ikki er tøkur longur á landsliðnum, leitar Lars Olsen eftir einum nýggjum spælara at spæla á miðvøllinum saman við Halli Hansen. Vit spæla ikki um týdningarmikil stig. Tað, sum hevur týdning í einum venjingardysti, er, at vit hava møguleikin at royna nakað nýtt, sigur Lars Olsen. Gunnar Nielsen, Bárður J. Hansen, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad, Gilli Sørensen, Hallur Hansson, Tróndur Jensen, Sølvi Vatnhamar, Brandur H. Olsen, Kaj Leo í Bartalsstovu og Jóan Símun Edmundsson. Tey, ið framføra, eru Kórið Tarira við Jóannes Andreassen. Enekk við Óla á Grindafløtti, klaver og harmoniku, Agnar Lamhauge, kontrabass og Kára Sverrissyni, akk. guitar og sang. Stanley Samuelsen, solo. Tá málið var til aðru viðgerð 16. mars, samtykti ein stórur meiriluti í tinginum at beina tað aftur í Trivnaðarnevndina hjá Løgtinginum. Milum annað tí at ósemja er um, hvussu reglan í hjúnabandslógini um signing í kirkjuni kann tulkast um samkynd, sum eru vígd borgarlig, eisini kunnu krevja at verða signað í kirkjuni. Ætlanin er, at tingið skal fara til hús flaggdagin, og kemur uppskotið ikki aftur úr Trivnaðarnevndini, áðrenn tingið fer til hús, dettur tað burtur. Men Katrin Kallsberg, forkvinna í Trivnaðarnevndini, hevur sagt við útvarpið, at hon ætlar, at málið um hjúnabandslógina skal leggjast aftur fyri tingið, áðrenn tað fer í summarfrí. Tey flestu ferðafólkini, sum vóru við einum flogfari hjá Egyptair, sum fyrr í morgun varð rænt, eru nú fríað, boðaði Egyptair frá á Twitter fyri løtu síðani. Greinin heldur fram niðanfyri. Samráðingarnar við flogrænaran eru fyribils endaðar við, at flestu ferðafólkini eru latin leys. Men manningin, fimm fólk, og fýra útlendingar verða framvegis hildin gíslar. Flogfarið hjá Egyptair fór úr Aleksandria í Egyptalandi stutt fyri klokkan 6 30 í morgun, og skuldi eftir ætlanini lenda í Kairo klokkan 7 15. Ein orsøk til, at eingi grundstykki hava verið í Kollafirði, er, at nógv av jørðini í Kollafirði er privatogn, sigur Tróndur Sigurðsson, formaður í byggi og býarskipanarnevndini, sambært in.fo Tí hevur ikki verið so lætt at fáa fatur á byggilendi. Nýggja útstykkingin er á Hamrabø miðskeiðis í bygdini. 24 grundstykki verða í nýggju útstykkingini. Tey, sum standa á bíðilistanum hjá kommununi eftir grundstykkjum, fáa framíhjárætt at ogna sær grundstykki í Kollafirði. Men grundstykkini, sum tá eru eftir, verða seld í fríari sølu. Viðurkenning og rós er ikki tað sama. At vísa viðurkenning og at rósa hava ymsar fylgjur. Tað er tí týdningarmikið at skilja ímillum. Tað sigur Erla Højsteed, sálarfrøðingur, sum arbeiðir við børnum og familjum. Erla Højsted, sálarfrøðingur, gevur góð ráð um, hvussu foreldur á ein skynsaman máta handfara eina ósemju við barnið. Millum annað verður komið inn á ósemjur við smá børn, men eisini við tannáringar. Helle Thorning Schmidt verður nú leiðari á høvuðsskrivstovuni hjá felagsskapinum Barnabata í London. Helle Thorning Schmidt varð fyrstu ferð vald í Fólkatingið í februar í 2005. Bara tveir mánaðir seinni varð hon vald til forkvinnu í sosialdemokratiska flokkinum, og í 2011 gjørdist hon fyrsti kvinnuligi forsætisráðharri í Danmark. Longu í 2014 gingu tíðindi um, at Thorning fór at taka við einum týdningarmiklum starvi uttanlands. Financial Times og BBC søgdu, at hon var eitt gott boð upp á at gerast forkvinna í ES nevndini, ES forseti ella uttanríkisleiðari í ES. Í fjør heyst, tá Thorning hevði mist stjórnarvaldið eftir fólkatingsvalið 18. juni, var hon almenna danska valevni til starvið sum flóttafólkahákommisserur. Tað endaði kortini við, at italski ST diplomaturin, Filippo Grandi, fekk starvið. Tað er sorgblítt at gevast í politikki, segði Helle Thorning Schmidt, ið hevur sín seinasta arbeiðsdag á Christiansborg í dag, við TV2 í morgun. Tað er av alstórum týdningi, at fimleikararnir halda venjingina við líka, eisini í summartíðini, tí annars missa teir ov nógv, leggur Sasho Bjartsson dent á. Sjálvur er hann venjari hjá dreingjum í 6. flokki og eldri. Tað er motiverandi at fylgja menningini hjá fimleikarunum, og við tíðini mennist eisini eitt vinarband, sum er motivatión at halda fram við venjiningi. Tað er ymiskt, hvussu víð mørk foreldur seta sínum børnum. Summi seta kanska ov hørð mørk, meðan onnur seta ov lin mørk. Hvat er skynsamast, og hvussu fært tú børnini at virða tey mørkini, ið sett eru Hósdagin fer Løgtingið at hava aðru viðerð av uppskotinum um at selja part av uppsjóvarkvotunum og kvotuni í Barentshavinum á uppboðssølu. Millum annað hevur verið ivasamt, um Kristin Michelsen, tingmaður hjá Javnaðarflokkinum, og borgarstjóri á Tvøroyri, fer at taka undir við uppskotinum. Kristin Michelsen vil í dag ikki gera viðmerkingar til, um hann fer at taka undir við uppskotinum hósdagin. Fyri páskir segði Kristin Michelsen, at hann fór at brúka páskafrítíðina til at lesa uppskotið. Kristin Michelsen, tingmaður hjá Javnaðarflokkinum, vil í dag ikki gera viðmerkingar til málið ella siga, um hann fer at atkvøða fyri uppskotinum til aðru viðgerð. Í sendingini hesa ferð hoyra vit blandaðan jazz fusiontónleik frá 80 unum og 90 unum. Vit hoyra The Yellowjackets og Weather Report umframt John Scofield og Pat Metheny. Lagt til rættis Arnold Ludvig. Føroyingar skulu á fólkaatkvøðu í 2017 um eina føroyska stjórnarskipan. Enn er ikki greitt, nær fólkaatkvøðan verður. Samgonguskjalið staðfestir bara, at føroyingar skulu á fólkaatkvøðu um eina føroyska stjórnarskipan í seinasta lagi í 2017. Tað hevur alt at siga, at vit hava ein góðan bát, sigur Jógvan Jákup Mørk, virkandi skúlastjóri, sum hevur fingið óvanliga nógvar umsóknir til sjóvinnubreytina komandi skúlaár Býráðið samtykti einmælt at játta Eystursklúlanum 200.000 krónur at keypa glastrevjabátin fyri. Tøkningar, verkfrøðingar og serfrøðingar hava kannað skaðan í floghavnini og bygt eina fyribils farstøð at avgreiða ferðafólkini í. Áðrenn bráðfeingis farstøðin kann takast í nýtslu, skulu fleiri royndir gerast. Millum annað um hon lýkur bruna og trygdarreglur. Myndugleikarnir skulu eisini góðkenna bygningin. 800 starvsfólk í floghavnini gera royndir í dag, og ikki fyrr enn tær eru lidnar, verður støða tikin til, um floghavnin kann lata uppaftur. Meðan Aventem floghavnin hevur verið stongd, hava flogfør verið noydd at seta seg í Antwerpen, Li ge, Dússeldorf, Frankfurt og Zúrich. løtuni eru umleið 8,5 prosent av heimsins íbúgvum eldri enn 65 ár, men um eini 35 ár verða tað 17 prosent. Tað vísir ein framrokning hjá amerikanska manntalsstovninum, US Census Bureau. Tað merkir, at umleið 1,6 milliardir fólk verða eldri enn 65 ár í 2050. Í dag eru tað 600 milliónir. Ein nýføðingur í 2050 kann vænta at gerast eldri enn 76 ár, nærum átta ár eldri enn ein, sum varð føddur í fjør. Í dag eru umleið 126 milliónir fólk í heiminum eldri enn 80 ár. Í 2050 verða væntandi 446 milliónir eldri enn 80 ár, sambært tíðindastovuni hjá Ritzau. Stigtakararnir til fundin, sum undirskriva seg politisku valfeløgini í Vágum og Norðoyggjum siga seg ikki góðtaka, at gjald framvegis verður lagt á ferðsluna gjøgnum undirsjóvartunlarnar, eisini eftir at tunlarnir eru afturgoldnir. 13. mars segði Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, við útvarpið, at gjaldið fyri at brúka Vágatunnilin verður ikki strikað, hóast lánið í tunlinum er um at verða goldið. Partafelagið Vágatunnilin skal reka undirsjóvartunnilin sum higartil og taka bummgjald, hóast aðalfundurin í felagnum fyri einum ári síðani samtykti, at Vágatunnilin kann latast landinum dagførdur 10. desember í ár. Landsvegakervið hevur frammanundan stóran tørv á peningi til viðlíkahald. Tí er ikki ráðiligt at leggja undirsjóvartunlarnar inn undir somu viðlíkahaldskonto, segði Henrik Old við útvarpið 13. mars. Við á fundinum á Giljanesi í annaðkvøld vera Uni Danielsen, stjóri fyri Vágatunnilin og Norðoyatunnilin, Anfinn Kallsberg, fyrrverandi løgmaður, politikararnir Jørgen Niclasen, Magni Laksafoss og Ingolf S. Olsen, Bjørn á Heygum, løgfrøðingur, og Jan Johannesen, búskaparfrøðingur. Eitt lítið fet hjá einum menniskja, men eitt stórt fet hjá mannaættini. Kendu orðini hjá rúmdarmanninum Neil Armstrong, tá hann í juli mánaði 1969 sum fyrsta menniskja nakrantíð setti fótin á Mánan. Hóast meira enn 100.000 fólk arbeiddu við Apolloætlanini, og Neil og teir eru komnir aftur av Mánanum við yvir 400 kiloum av mánasteinum, so eru mong ivingarsom. Hvussu kundi flaggið blaktra á Mánanum í ongum lofthavi Hvussu kundi skuggar liggja í ymsar ættir, tá tað á Mánanum bara er ein ljóskelda, nevniliga sólin Hví eru ongar stjørnur á myndunum, ið vórðu tiknar á Mánanum Amerikanski rúmdarstovnurin hevur fleiri ferðir víst hesum spurningum aftur við vísindaligum prógvum, og hóast ein fylgisveinur hevur verið uppi á Mánanum og tikið myndir av staðnum, har Apollo lendi og Neil og teir gingu ella koyrdu við mánabilinum, so er tað ein rúgva av fólkið, ið sigur Vit trúgva tykkum ikki Vit liva í eini tíð, her allur hugsandi vísindaligur kunnleiki frá próvnum um at evulotión er veruleiki, og veðurlagsbroytingar eru hvønn dag er fyri skipaðari og ofta ørligari mótstøðu. Í dag eru so nógv menniskju, sum ivast, tí sum vísindini siga, at mann kann næstan siga, at talan er um eitt rák ella ein trend í dag á alnetinum, í bókum og akademiskum ráðstevnum at ivasemi um vísindi er vorðin ein grundhugsan millum nógv fólk. Hugsa vit um tað, so er hetta ikki so undrunarvert. Okkara lív er gjøgnumseyrað av vísindum og tøkni sum ongantíð fyrr. Fyri mong okkara er henda nýggja verðin hugtakandi og tryggjar menniskjanum framburð men samstundis eru vísindini eisini fløkt og við hvørt ørkymlandi. Vandaleyst at eta ílegubroyttan mat Vit verða til dømis biðin um at góðtaka, at tað er vandaleyst at eta mat, sum hevur í sær genetiskt modifiseraðar organismur GMO , tí vísindafólk vísa á, at eingi prógv eru fyri, at tað at broyta gen í einum laboratorium er hættisligari enn at broyta tey við vanligari nøring. Skuldu vit verið bangin fyri, at Ebola virussið, sum bara smittar gjøgnum kropsvætu fer at broytast til eina luftborna superplágu Vísindafólk siga, at tað er sera ósannlíkt. Einki virus hevur nakrantíð grundleggjandi púra broytt sítt spjaðingarmynstur millum menniskju, og tað eru eingi prógv fyri, at Ebola virussið er nakað øðrvísi. Men leitar tú á alnetinum at vita, um Ebola virussið er luftborið, finnur tú fult av greinum, ið siga at so er, og at hetta virus hevur næstan yvirnatúrligar kreftir, harímillum megina at drepa okkum øll. Í veruleikanum er tað tað, sum vísindini eru til fyri. Vísindi er ikki ein røð av fakta sigur Marcia McNutt, ið stjórnar vísindablaðnum Science. Vísindi er ein máti at avgera, um tað, sum vit trúgva er grundað á náttúrulógurnar ella ikki. Men hetta er ikki lætt at skilja, og tí fáa vísindini mótspæl ferð eftir ferð. Trupulleikin er gamal. Vísindi leiða okkum til sannleikar, ið minni enn so altíð eru sjálvsagdir, ofta so tú gerst heilavillur og við hvørt ringt at svølgja. Tíðliga í 17. øld, tá Galileo Galilei helt uppá, at Jørðin mól um sín egna ás og ikki var heimsins miðpunkt, men eisini mól um sólina, so var hann ikki bara ímóti áskoðanum kirkjunnar. Hann bað fólk trúgva nøkrum, sum var í andsøgn við vanliga tankagongd tí tað sær út, sum melur sólin um jørðina, og tú merkir einki til, at jørðin melur. 200 ár seinni kom Darwin við sínum ástøði, og hansara hugskot um, at alt lív á jørðini kom frá einum uppruna ættfaðiri. Og siga vit, at menniskja og apur hava sama ættfaðir, og fara vit longur aftur, so eru vit ættfrændur við hval ella djúphavssnigil, er tað ein uppaftur størri biti hjá mongum okkara at svølgja. Og eisini eitt annað fyribrigdi, sum vísindini siga, at koltvíilta, CO2, eitt ósjónligt luftslag sum vit anda inn alla tíðina, og sum er minni enn ein tíggjundapartur av einum prosenti av atmosferuni, kundi ávirka veðurlag jarðar, sokallaða alheimsupphitingin. Hóast vit intellektuelt góðtaka tað, sum vísindini siga, so sigur okkara hugskygni, intuitión, nakað annað tað, granskarar nevna okkara naiva trúgv. Ein kanning á einum universiteti í USA vísti, at sjálvt lesandi við eini hægri vísindaútbúgving høvdu ein trupulleika, tá tey vórðu biðin um at játta ella nokta, at menniskjan stavar frá eini havverðu, ella at jørðin melur um sólina. Tey lesandi, enntá tey sum rætt viðmerktu Satt , drálaðu við at svara hesum spurningum, enn spurningunum, um ættfaðir hjá menniskjanum búði í trøunum, sum eisini er rætt og kanska eitt sindur lættari at fata. Ella um Mánin melur rundan um jørðina, eisini rætt, men samstundis logiskt. Henda kanning bendir á, at sjálvt um vit gerast vísindaliga bóklærd, royna vit at kúga okkara naivu trúgv, men missa hana ongantíð veruliga. Hon liggur alla tíðina í huganum og gevur seg til kennar, tá vit royna at skilja verðini, vit liva í. Vit hava ilt við at góðtaka tilvildina. Okkara heili leitar altíð eftir einum mynstri og eini meining. Vísindini ávara okkum um, at vit kunnu verða lumpað. Sjálvt hjá vísindafólkum er vísinaástøði ein torfør vísindagrein. Vísindafólk eru sum vit eisini erkvisin og hava tikið støðu frammanundan einum úrsliti. Tey hava lyndi til at leita eftir og bara síggja prógv fyri tí, sum váttar tað, vit annars halda er rætt. Og so skjótt eitt granskingarúrslit er alment, og tað er nóg týdningarmikið, so fara onnur vísindafólk at endurskapa úrslitini og samsvarar tað ikki, verður ivi alt fyri eitt sáddur um úrslitið av granskingini. Vísindalig úrslit eru altíð fyribils og ávirkað av, at tey kunnu verða kollrend av onkrari framtíðar kanning ella observatiónum. Vísindafólk koma sjáldan við absoluttum sannleika ella veruleika. Har er altíð ein ávís óvissa ella ótryggleiki. Vísindini fara at finna sannleikan, verður sagt Tey kunnu fara skeiv fyrstu ferð og kanska aðru ferð, men at enda finna vísindini sannleikan. Í 70 unum søgdu nøkur vísindafólk, at Jørðin var á veg inn í eina nýggja ístíð. Heilt skilagott tóktist tað tá, men hesar útsagnir liva enn og verða brúktar enn fyri at sáa iva um alheimsupphitingina, tó at vísindafólkini sjálv vísa sínum útsagnum aftur, nú 40 ár seinni. Í fjør heyst kom fimta verðurlagsfrágreiðingin hjá IPCC, verðurlagsráðið undir ST, sum er samansett av fleiri hundrað vísindafólkum. Henda veðurlagsfrágreiðing endurtók harðari og klárari enn nakrantíð fyrr samlyndi vísindamanna at jarðarskorpan er hitnað 0,8 hitastig seinastu 130 árini, og at mannavirkni, harímillum avbrenning av fossilum brennievni, uttan iva hava verið høvuðsatvoldin til upphitingina síðani mitt í 20. øld. Nógv fólk í USA nógv fleiri enn í øðrum londum ivast í hesi niðurstøðu, ella halda, at verðulagsaktivistar brúka hesa hóttan um globala upphiting at leypa á frælsu marknaðarkrefturnar og ídnaðarsamfelagið sum heild. Tey siga beinleiðis, at ástøðið um alheimsupphitin er tað reina tvætl. Hugskotið um, at fleiri hundrað vísindafólk úr allari verðini skulu samarbeiða um eitt so víðfevnt tvætl er ógvuliga ósannlíkt. Tað er tó greitt, at felagsskapir, sum tann fossili brennievnisídnaðurin lutvíst hevur stovnað, við vilja royna at undirminera almennu fatanina og birta upp undir skepsis av vísindaligum arbeiðið. Tíðindamiðlarnir hava stóran áhuga fyri tílíkum einfarum, noktarum, professionellum kjakarum og borðbukarum. Miðlarnir vilja hava lurtarar og hyggjarar at halda, at vísindini eru full av skakandi uppdagingum, sum einsamøll flogvit hava gjørt. So er ikki. Tann keðiligi veruleikin er, at vísindini arbeiða stigvíst gjøgnum áhaldandi vøkstur í data og innliti, ið sum frá líður, og árini ganga, mong vísindafólk hava savnað. Men missvísandi miðlar og propaganda frá ídnaðinum er ikki nóg mikið at forklára, hví bara 40 prosent av amerikanarum góðtaka, at høvuðsatvoldin til globala upphiting stendst av mannaávum. Vísindaligur samskiftistrupulleiki sum tað verður rópt, og fleiri hava kannað, hví ein ávísur ivi valdar, og hvussu fólk gera av, hvørjum tey vilja trúgva, og hví tey so mangan ikki góðtaka tað, sum vísindini siga. Ein kanning, gjørd í USA, vísti at tað vóru tey, sum høvdu hægst útbúgving, ið høvdu tær greiðastu meiningarnar um ástøðið, um alheimsupphitingin er veruleiki ella ikki. Tað vísir, at tað hevur onki við gløggsemi at gera, um tú trýrt tí, sum vísindini siga ella ikki, men heldur, at fólk vilja brúka vísindini til at styrkja ta fatan, sum longu hevur fest seg í teirra heimsáskoðan. Alnetið ger tað eisini lættari enn nakrantíð hjá veðurlagsskeptikarumr og ivarum av øllum slag at finna sínar egnu upplýsingar og serfrøðingar. Tann tíðin er farin, tá nakrir heilt fáir máttugir stovnar lærdir háskúlar, lexikon, stórir miðlastovnar, enntá National Geographic tæntu sum duravørðar hjá vísindaligum upplýsingum. Alnetið hevur demokratiserað upplýsingar, og tað er eitt framstig. Men alnetið fær tað eisini at bera til hjá einum at liva í ein filturbløðru , sum bara letur inn tær upplýsingar, tú longu tekur undir við. At ivast í, um vísindini eru eftirfarandi, kann hava fylgir. Fólk, sum halda, at MFR koppsetingin kann elva til autismu annars ofta væl skúlað og væl fyri útseta onnur fyri sjúkur sum kikhosta og meslingar. Antivaksinurørslan hevur verið sterk, síðan tað hámetta bretska tíðarritið The Lancet skrivaði um eina rannsókn í 1998, sum nevndi samband millum vaksinu og autismu. Tíðarritið tók orðini aftur um rannsóknina, sum bara kom teimum í ringt orð. Men viðmerkingin um sambandið millum vaksinu og autismu hevur verið viðurkent av navnframum monnum og styrkt av internetinum. Í veðurlagskjakinum er ivin globalur og áhaldandi. Í kjakinum um veðurlagsbroytingar er sentrala uppáhaldið hjá skeptikarum, at tað vísindini siga er politiskt litað, tvingað fram av umhvørvisaktivistum og byggir ikki á eftirfarandi data. Tað er ikki satt og er í veruleikanum at ærumeiða heiðurlig vísindafólk. Tað at vísindini eru objektiv og ikki hava eina politiska agenda, er styrkin til meira vitan tað faktum, at vísindini royna at siga sannleika heldur enn tað, vit vildu, at sannleikin var. Vísindi kunnu vera líka so dogmatisk og eins sum ein og hvør annar men tað dogmatiska fánar í tí heitu glæmuni av nýggjum kanningarúrslitum. Í vísindunum er tað ikki ein synd at skifta meining, tá prógvini krevja tað. Vit liva í eini tíð, her alt broytist ógvuliga skjótt. Alt er ikki framstig. Við allari virðing fyri meyrum og blágrønum tara, so eru tað vit við okkara vísindum, ið hava gjørt okkum til ta fremstu organismuna, ið er før fyri at broyta alla gongustjørnuna. Lurta eftir orðaskiftinum millum føroysku granskararnar Pál Weihe, Maritu Debes Magnussen og Boga Hansen, um tað at fólk hava ilt við at trúgva tí tey siga. Bara ein umsókn kom inn til starvið, sum stjóri á Salt á Drelnesi, tað er saltsilan, tá freistin at søkja starvið fór klokkan 12 í dag. Tað er nøktandi, og farið verður nú í gongd við setanartilgongdina, sigur Kristan Holbæk, næstformaður í Saltgrunninum. Starvið sum stjóri í Salti verður lønt á lønarstigi 38 í sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Tænastumannafelagið. Tað svarar til góðar 50.800 krónur um mánaðin, umframt 15 prosent í pensjón. Starvið er tó ikki tænastumannasett. Umleið klokkan 11 fekk løgreglan fráboðan um, at ein 69 ára gamal maður var funnin lívleysur í sjónum við alibrúkið í Hvannasundi beint sunnanfyri byrgingina. Vaktleiðarin á politistøðini í Havn, Andras Marr Poulsen, sigur, at maðurin varð sæddur til arbeiðis í morgun. Arbeiðseftirlitið kannar nú málið. Ostarnir sum Mjólkarvirkið Búnaðarmanna framleiðir skulu hava eina serliga søgu og tí skulu teir liggja og búna í søguliga umhvørvinum í Koltri, har hvanngarðar, sjórok og vindur skulu geva teimum ein serligan smakk. Havnar Bjargingarfelag og Landsfelagið fyri føroysk bjargingarfeløg hava nú mist tolið við tilbúgvingarmyndugleikunum. Fyrr enn tryggingarviðurskiftini hjá manningini eru batnað, verður bjargingarbáturin Lív ikki flotaður aftur. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, visti ikki, at trupulleikin hjá sjálvbodnu bjargingarfólkunum var so stórur, at tað tey nú hava lagt avrátt at leggja alt bjargingarvirksemi niður. Landsstýrismaðurin lovar tó at gera sítt til, at trupulleikin verður loystur, men hann gevur einki lyfti um, at landið, sum fær ágóðan av sjálvbodna arbeiðnum, rindar eyka tryggingina. Tíðindafundurin verður stroymaður á heimasíðuni hjá Kringvarpinum, kvf.fo. Tíðindafundurin verður eisini sendur beinleiðis í útvarpinum. Vit vilja við hesum vísa okkara fulla stuðul til bjargingarfeløgini og onnur sjálvboðin í Føroyum, sum hava steðgað sínum trygdarvirksemi, siga samarittanir í fráboðan. Nú hava samarittarnir boðað frá, at teirra sjálvbodna arbeiði verður ikki tikið uppaftur, fyrr enn tryggingarviðurskiftini eru komin í rættlag. Henrik Old vil framvegis hava okkurt slag av gjaldi fyri viðlíkahald, tá tunnilin er útgoldin. Í kvøld verður skipað fyri pallborðsfundi í skúlanum á Giljanesi, har millum annað spurningurin um tunnilsgjaldið er á skránni. 10. desember í ár verður Vágatunnilin latin landinum. Tað gjørdi nevndin í partafelagum Vágatunlinum av á aðalfundi í fjør. Vágatunnilin kostaði 280 milliónir krónur at byggja. Men lítið røkist fyri, at meiriluti fæst fyri herdum reglum, skrivar Sermitsiaq . Justus Hansen sigur við grønlendska útvarpið, at alt ov nógv óhapp henda. Hann vísir til ein tilburð herfyri, tá ein níggju ára gamal drongur doyði av skotum. Á hvørjum ári henda fleiri óhapp við váðaskotum í Grønlandi. Demokraturin fyrireikar tí uppskot til samtyktar, sum heitir á landsstýrið um at herða krøvini í vápnalógini, skrivar grønlendska Sermitsiaq. Sjálvur skjýtur Justus Hansen upp, at øll skjótivápn skulu skrásetast og goymast í læstum skápum, bæði privatar og vinnuligar riflur. Katrin hevur starvast hjá danska uttanríkisráðnum síðan 1997. Umframt Bolivia hevur Katrin Stefania Leo starvast í Bhutan í Himalaia í trý ár, síðan beinleiðis til Afganistan í tvey ár. Fleiri føroyingar vitja í heiminum hjá Katrini og familjuni, og í hesum døgum er vinkona Katrina, Lydia Langgaard Djurhuus, og vitjar saman við dóttur síni. Tað sýnist sum um, at vit hava skapt eitt samfelag, har foreldrini brúka meginpartin av tíðini til at knossa runt á arbeiðsmarknaðinum, meðan børnini eru á stovni. Og at virðingin fyri eini heimaarbeiðandi mammu ella heimagangandi pápa er burtur Dag og dagliga verður í miðlunum tosa um, at útbúgving og arbeiði er avgerandi fyri identitet og virðing, at vit skulu hava okkara ávirkan á arbeiðsmarknaðinum, at tað er vandamikið at hava hol í CV num, og hvussu ringt tað er at koma inn aftur á arbeiðsmarknaðin, um man fyrst hevur verið heima í nøkur ár. Tað, at kvinnurnar fóru út á arbeiðsmarknaðin í síni tíð, er sjálvandi positivt, men tað hevur ført stórar avbjóðingar, fyri barnafamiljurnar, við sær. Tær avbjóðingar roynir man at loysa, við at stovnarnir skulu hava longri opið. Foreldrini koyra børnini í vøggustovu, tá tey eru 10 mánaðir og renna blundandi avstað fyri at lukka av fyri teimum sterku kenslunum, sum rópa at taka barnið heimaftur. Avleiðingarnar eru nógvar og markantar. Persónliga er tað stress, vánaligur trivnaður og fleiri hjúnaskilnaðir. Samfelagsliga eru tað fleiri sjúkradagar, diagnosubørn og minni fólkavøkstur. Nógv børn hava longri dagar á stovni enn ein námsfrøðingur, sum arbeiður fulla tíð. Barnasálarfrøðingurin Margrethe Bruun Hansen hevur sagt at Tað týdningarmesta í lívinum hjá barninum eru foreldrini, og at barnið er eisini tað týdningarmesta í lívinum hjá foreldrinum. Tað gloyma vit ofta at viðurkenna og at leggja okkara arbeiðslív til rættis eftir Ein donsk spurnarkanning frá 2014 vísir, at 4 út av 10 dønum høvdu latið tað eina foreldrið gingið heima, um tað læt seg gera. Og ein nýggjari kanning av sama slagi vísir, at 7 út av 10 dønum ynskja, at niðursett arbeiðstíð hjá foreldrum við minni børnum skuldi verði rættindi hjá teimum, ið ynskja tað. Tað eru børnini, ið gjalda tann høga prísin fyri fráveruna hjá foreldrunum. Sálarfrøðingar við serkunnleika á barnaøkinum vísa á, at vit fáa fleiri børn, sum eru ørkymlaði og sum vísa tekin til, at teirra lív hevur verið for pressað. Tey hava havt ov fáar tættar og róligar relatiónir í teirra lívi, og vit fáa fleiri børn, sum hava ein órógvandi atburð. Tað eru mong, sum ynskja at passa sínu egnu børn heima, eins og tað eru mong, sum ikki ynskja, at børnini hava langar dagar á stovni. At avlevera sítt 10 12 mánaða gamla barn til fremmandar hendur at taka sær av, er ímóti móðurinstinktinum. Tað eru eisini fleiri, ið lata instinkti ráða og fara av arbeiðsmarknaðin í eina tíð. Nøkur hava nóg stórt fríggjarligt rásarúm at lata annað foreldrið verða heima í eina tíð, onnur taka vaskiarbeiði og annað arbeiði um kvøldarnar, fyri at tað skal lata seg gera, meðan uppaftur onnur koyra barnið út og fara til arbeiðis við ringum tannabiti, tí tað fíggjarliga loyvir tað ikki øðrvísi. Eg eri væl vitandi um, at fleiri mammur eisini ynskja at sleppa aftur á arbeiðsmarknaðin sum skjótast, eftir at hava átt eitt barn, og mítt ynski er ikki, at geva teimum ringa samvitsku, men at varpa ljós á tær familjur, ið velja og ynskja tað mótsatta. Spurningurin, ið nógv foreldur seta sær, er hesin hví skulu vit arbeiða mest, meðan børnini hava allar størstan tørv á okkum, eru mest ávirkilig, eym og viðkvom. Nógv donsk vælútbúgvin foreldur, einamest mammur, fara heim frá arbeiðsmarknaðinum í eina tíð, tí tey vilja ikki svíkja børnini. Í staðin fyri at blíva við at meyla um, at kvinnur skulu arbeiða fulla tíð, latið okkum so heldur tosa um ein smidligan arbeiðsmarkna At man kann fara niður í hálva tíð, meðan børnini eru smá uttan at verða bangin fyri at missa starvið ella pensjónina. Ella at mamma og pápi fara niður í tíð og hava hvør sín dag heima um vikuna saman við børnunum. Møguleikarnir eru nógvir. Teir tímarnir, sum leypa av kunnu lættliga fyllast við eldri fólki, sum ynskja at arbeiða minni enn áður ella fólk, sum orsaka av sjúku bert kunnu arbeiða ein lítlan brøk. Tað er nógv hjá samfelagnum at spara við at hava ein meira smidligan arbeiðsmarkna. Færri dagstovnapláss, færri sjúkradagar, minni stress hjá teimum vaksnu, sum so aftur møguliga hevði leitt til færri hjúnaskilnaðir, betri trivna hjá børnum og ungum, sum aftur leiðir til færri tørvir á serøkinum. Kommunurnar gjalda nógvan pening fyri, at børn kunnu verða á dagstovni fyri ein so bíligan penga, sum tað er í dag hjá foreldrunum. Tey, sum ynskja og velja tað øðrvísi, fáa ongan stuðul til tað. Tískil vóru tað gleðiboð, at eitt uppskot nú er blivið langt fyri tingi, um at annað foreldrið kann verða heima hjá barninum í eina tíð við fíggjarligum stuðli. Eg má siga, at eg eri skelkað av hvørja móttøku uppskotið hevur fingið í miðlunum eftirfylgjandi. Fyrst formaðurin í Pedagogfelagnum, sum førir fram, at man heldur skal nýta pengarnar til uppnormering av dagstovnaøkinum v.m., og nú í tíðindum, at hetta uppskotið er tað sama sum at senda kvinnurnar til hús . Orðið javnstøða er eisini sera nógv nýtt í hesum kjakinum og kjakinum um barsilsskipanina. Heldur eigur samfelagið at fjálga um smábarnafamiljurnar soleiðis, at tað letur seg gera at hava barnið heima, til tað er í minsta lagið 2 ár, og at lóggeva soleiðis, at barnafamiljur ikki noyðast at arbeiða fulla tíð. Vit liva í einum samfelag, har kvinnur og menn hava frítt at velja. Vælsignaði latið familjurnar taka avgerðirnar sjálvi innanhýsis, hvussu tey skipa tað dagliga lívið Kostnaðurin fyri at liva við nógvari ferð, meðan børnini eru smá, er stórur. Spyr ein, ið liggur á deyðastá, um viðkomandi angrar, at viðkomandi ikki nýtti meira tíð á arbeiðsmarknaðinum Allar kanningar vísa, at tá alt kemur til alt, so eru tað børnini og familjan, ið hevur størsta týdningin í lívinum. Tað sýnist sum um, at vit hava skapt eitt samfelag, her foreldrini brúka meginpartin av tíðini til at knossast á arbeiðsmarknaðinum, meðan børnini eru á stovni. Og at virðingin fyri eini heimaarbeiðandi mammu ella heimagangandi pápa er burtur. Dag og dagliga verður í miðlunum tosa um, at útbúgving og arbeiði eru avgerandi fyri identitet og virðing, at vit skulu hava okkara ávirkan á arbeiðsmarknaðinum, at tað er vandamikið at hava hol í CV num, og hvussu ringt tað er at koma inn aftur á arbeiðsmarknaðin, um mann fyrst hevur verið heima í nøkur ár. Tað, at kvinnurnar fóru út á arbeiðsmarknaðin í síni tíð, er sjálvandi positivt, men tað hevur ført við sær stórar avbjóðingar hjá barnafamiljunum. Tær avbjóðingar roynir mann at loysa við, at stovnarnir skulu hava longri opið. Foreldrini koyra børnini í vøggustovu, tá tey eru 10 mánaðir og renna blundandi avstað fyri at útihýsa teimum sterku kenslunum, sum rópa at taka barnið heimaftur. Avleiðingarnar eru nógvar og markantar. Persónliga eru tað stress, vánaligur trivnaður og fleiri hjúnaskilnaðir. Samfelagsliga eru tað fleiri sjúkradagar, diagnosubørn og minni fólkavøkstur. Nógv børn hava longri dagar á stovni enn ein námsfrøðingur, sum arbeiður fulla tíð. Barnasálarfrøðingurin Margrethe Bruun Hansen hevur sagt, at Tað týdningarmesta í lívinum hjá barninum eru foreldrini, og at barnið er eisini tað týdningarmesta í lívinum hjá foreldrunum. Tað gloyma vit ofta at viðurkenna og at leggja okkara arbeiðslív til rættis eftir. Ein donsk spurnarkanning frá 2014 vísir, at fýra av 10 dønum høvdu latið annað foreldrið gingið heima, um tað læt seg gera. Og ein nýggjari kanning av sama slag vísir, at sjey av 10 dønum vilja, at skerd arbeiðstíð hjá foreldrum við smábørnum skuldi verið rættindi hjá teimum, ið vilja tað. Tað eru børnini, ið gjalda tann høga prísin fyri fráveruna hjá foreldrunum. Sálarfrøðingar við serkunnleika á barnaøkinum vísa á, at vit fáa fleiri børn, sum eru ørkymlað, og sum vísa tekin um, at teirra lív hevur verið for pressað. Tey hava havt ov fáar tættar og róligar relatiónir í sínum lívi, og vit fáa fleiri børn, sum hava ein órógvandi atburð. Tað eru mong, sum vilja passa sínu egnu børn heima, eins og tað eru mong, sum ikki vilja, at børnini hava langar dagar á stovni. At avlevera sítt 10 12 mánaða gamla barn til fremmandar hendur at taka sær av, er ímóti móðurinstinktinum. Tað eru eisini fleiri, ið lata instinktið ráða og fara av arbeiðsmarknaðin í eina tíð. Nøkur hava nóg stórt fríggjarligt rásarúm at lata annað foreldrið verða heima í eina tíð, onnur taka vaskiarbeiði og annað arbeiði um kvøldarnar fyri, at tað skal lata seg gera, meðan uppaftur onnur koyra barnið út og fara til arbeiðis við ringum tannabiti, tí tað fíggjarliga loyvir tí ikki øðrvísi. Eg eri væl vitandi um, at fleiri mammur eisini vilja sleppa aftur á arbeiðsmarknaðin sum skjótast eftir at hava átt eitt barn, og mítt ynski er ikki at geva teimum ringa samvitsku, men at varpa ljós á tær familjur, ið velja og ynskja tað mótsetta. Spurningurin, ið nógv foreldur seta sær, er hesin hví skulu vit arbeiða mest, meðan børnini hava allar størstan tørv á okkum og eru mest ávirkilig, eym og viðkvom. Nógv donsk vælútbúgvin foreldur, einamest mammur, fara heim av arbeiðsmarknaðinum í eina tíð, tí tey vilja ikki svíkja børnini. Í staðin fyri at blíva við at meyla um, at kvinnur skulu arbeiða fulla tíð, latið okkum so heldur tosa um ein smidligan arbeiðsmarknað At mann kann fara niður í hálva tíð, meðan børnini eru smá uttan at vera bangin fyri at missa starvið ella pensjónina. Ella at mamma og pápi fara niður í tíð og hava hvør sín dag heima um vikuna saman við børnunum. Møguleikarnir eru nógvir. Teir tímarnir, sum leypa av, kunnu lættliga fyllast við eldri fólki, sum vilja arbeiða minni enn fyrr ella fólk sum orsakað av sjúku bara kunnu arbeiða ein lítlan brøk. Tað er nógv hjá samfelagnum at spara við at hava ein meiri smidligan arbeiðsmarkna. Færri dagstovnspláss, færri sjúkradagar, minni stress hjá teimum vaksnu, sum so aftur møguliga hevði verið atvoldin til færri hjúnaskilnaðir, betri trivnað hjá børnum og ungum, sum aftur ber í sær minni tørv á serøkinum. Kommunurnar gjalda nógvan pening fyri, at børn kunnu vera á dagstovni fyri ein so bíligan penga, sum tað er í dag hjá foreldrunum. Tey, sum ynskja og velja tað øðrvísi, fáa ongan stuðul til tað. Tískil vóru tað gleðiboð, at eitt uppskot nú er blivið lagt fyri tingið um, at annað foreldrið kann vera heima hjá barninum eina tíð við fíggjarligum stuðli. Eg má siga, at eg eri skelkað av, hvørja móttøku uppskotið síðan hevur fingið í miðlunum. Fyrst formaðurin í Pedagogfelagnum, sum førir fram, at mann heldur skal nýta pengarnar til uppnormering av dagstovnaøkinum o.ø., og nú í tíðindum, at hetta uppskotið er tað sama sum at senda kvinnurnar til hús. Orðið javnstøða er eisini sera nógv nýtt í hesum kjakinum og kjakinum um barsilsskipanina. Heldur eigur samfelagið at fjálga um smábarnafamiljurnar soleiðis, at tað letur seg gera at hava barnið heima, til tað er í minsta lagið tvey ár og at lóggeva soleiðis, at barnafamiljur ikki noyðast at arbeiða fulla tíð. Vit liva í einum samfelag, her kvinnur og menn hava frítt at velja. Vælsignaði latið familjurnar sjálvar taka avgerðirnar innanhýsis, hvussu tey skipa tað dagliga lívið Kostnaðurin fyri at liva við nógvari ferð, meðan børnini eru smá, er stórur. Spyr ein, ið liggur á deyðastrá, um viðkomandi angrar, at viðkomandi ikki nýtti meira tíð á arbeiðsmarknaðinum Allar kanningar vísa, at tá alt kemur til alt, so eru tað børnini og familjan, ið hava størsta týdningin í lívinum. Kommunan gjørdi eina stóra útstykking fyri nøkrum árum síðan, men eftir at ivasamt var, um tunnilin fór at koma, gekst striltið at sleppa av við grundstykkini. Tað eru fremst av øllum avskrivingar av aktivum og leitiútreiðslur, ið eru atvoldin til vánaligu gongdina hjá Atlantic Petroleum í 2015. Framleiðslan minkaði munandi í fjør, sjálvur starvsfólkahópurin minkaði 85 prosent, og úrslitið verður helst eisini hall í ár. Ein pengainnspræning er avgerandi, um felagnum skal vera lív lagað. Stjórin í oljufelagnum, Ben Arabo, boðaði frá á páskum, at Atlantic Petroleum er í samráðingum við bretska London Oil and Gas Ldt. næstu vikurnar. Bretska oljufelagið er sinnað at gera íløgur í Atlantic Petroleum fyri 75 milliónir krónur, men tað er eingin vissa fyri, at ein avtala stendst burturúr, og at tað fer at lukkast at bjarga felagnum. Sambært Niels Una Dam eru nógvar sera góðar fløgur millum tær 100, sum Tutl koyrir á útsølu í morgin. Tað er í sambandi við stóru bókaútsøluna, at plátufelagið Tutl eisini hevur útsølu. Morgunsendingin bað ummælaran hyggja nærri at listanum og velja 15 tær bestu fløgurnar út, og greiða frá, hví júst tær eru góðar Fyrrapartin kom eldur í eini sethús í Rituvík. Skálafjarðar Sløkkilið fekk boðini klokkan 10 28. Tá sløkkiliðið kom á staðið, var eldurin somikið stórur, at húsini stóðu ikki til at bjarga. Tað upplýsir Sunnleiv Højgaard, átaksleiðari. Ein eldri maður var einsamallur í húsinum. Hann varð staddur í kjallaranum, tá hann hoyrdi roykvarnaran úr ovaru hæddini. Maðurin slapp úr húsinum í øllum góðum og fekk boðað sløkkiliðnum frá. Enn er ógreitt, hví eldur kom í sethúsini í Rituvík fyrrapartin. Meðan Fiskimálaráðið arbeiðir við at loysa trupulleikan við tryggingarviðurskiftunum hjá sjálvbodnu bjargingarfólkunum, stendur bjargingarbáturin Rescue Lív framvegis á landi og verður ikki flotaður. Bjargingarfólkini hjá Landsfelagnum fyri Bjargingarfeløgini verða ikki partur av tilbúgvingini, fyrr enn tey fáa trygd fyri, at tryggingarviðurskiftini koma í rætt lag. Tað eru fleiri tryggingarviðurskifti, sum bjargingarfeløgini ynskja at fáa upp á pláss, áðrenn tey aftur gerast partur av almennu tilbúgvingini. Fyri tað fyrsta ynskja tey, at landið tekur ábyrgd og verður arbeiðsgevari, tá sjálvboðin bjargingarfólk eru til arbeiðis sum partur av almennu tilbúgvingini. Sum er, hevur sjálvbodna bjargingarfólkið ongan arbeiðsgevara, sum kann veita tær tænastur og skyldur, ið fylgja við. Í eitt nú Danmark eru bjargingarfólk partur av Beredsskabsstyrelsen hjá danska statinum. Fyri tað næsta ynskir landsfelagið, at bjargingarfólk, ið koma til skaða, ikki eru fyri inntøkumissi. Her eru fleiri viðurskifti, sum bjargingarfeløgini ikki meta vera í lagi. Fyri at fáa dagpengar, skal viðkomandi vísa á, at hann ella hon hevur arbeitt eitt ávíst tal av arbeiðstímum seinastu fimm vikurnar. Eitt nú kunnu fleiri útisiglarar, fólk undir 17 ár og pensjónistar ikki fáa dagpengar, tí tey lúka ikki treytirnar í dagpeningalógini, sum sigur, at viðkomandi skal rinda skatt í Føroyum og skal kunna vísa á, at viðkomandi hevur arbeitt eitt ávíst tal av arbeiðstímum seinastu fimm vikurnar. Harumframt vísa bjargingarfeløgini á, at dagpeningasatsurin ikki er nøktandi. Sambært dagpeningalógini kann ein óarbeiðsførur í mesta lagi fáa 80 prosent av eini arbeiðaløn tað svarar til 15.000 krónur um mánaðin. Áður hava bjargingarfeløgini havt eina eyka trygging, sum gav teimum, ið hava hægri inntøku í sínum borgarliga starvi, rætt til næstan tvífalt so nógvan dagpening. Tann eyka tryggingin er nú uppsøgd. Stjórin í Tryggingarfelagnum, Regin Hammer, vil ikki gera samrøðu við útvarpið fyrrenn í morgin, tá hann hevur umrøtt málið við Fiskimálaráðið. Hann sigur, at eykatryggingin varð uppsøgd, tí tryggingarfelagið ikki ynskir at gera seravtalur, men heldur stuðlar ynskinum hjá bjargingarfeløgunum at gerast partur av almennu tilbúgvingarskipanini. Vit kanna í løtuni okkara tryggingarviðurskifti nærri, og vísir tað seg, at vit ikki eru nóg væl tryggjað, so er ikki óhugsandi, at vit eisini steðga við okkara virksemi, sigur Jákup Jacobsen, formaður í Norðoya Bjargingarfelag. Samarittarnir hjá Reyða Krossi hava boðað frá, at teir eisini steðga sínum arbeiði, tí verandi tryggingarlóggáva fyri sjálvboðin er ikki nøktandi. Vit vilja við hesum vísa okkara fulla stuðul til bjargingarfeløgini og onnur sjálvboðin í Føroyum, sum hava steðgað sínum trygdarvirksemi, siga samarittanir í fráboðan . Vit ringdu vit til Sonju Wang Hansen og Gunnhild Persson, sum seinastu mánaðirnar hava verið og fjakkað í Norður og Suður Amerika. Eva Brekkstein, leiðari á ungdómsdeildini hjá Eik, kom eisini við góðum ráðum, um hvussu ein best sparir sær pening saman til eina fjakkara ferð. Flogfarið varð rænt, tá tað var á veg úr Alexandria til Kairo í Egyptalandi. 81 ferðafólk og manningin, sum taldi sjey fólk, vóru við flogfarinum. Rættarfundurin var stuttur, og lítið nýtt kom fram, tá 59 ára gamli flogrænarin varð avhoyrdur. Hann hevði eitt bumbubelti uppi á sær, men tað var ikki ekta. Sambært fronsku tíðindastovuni, AFP, kann maðurin vænta at verða dømdur fyri flográn, fyri at hava rænt fólk, fyrilitarleysa og hóttandi atferð, og fyri at hava brotið anti yvirgangslógina. Eingin fekk skaða undir flográninum. Eitt av ferðafólkunum fekk enntá eina mynd av flogrænaranum. Myndin ferðast nú á sosialu miðlunum. 21 flóttafólk úr Sýria koma til Íslands í næstu viku. Millum flóttafólkini er ein nýføðingur. Ísland fer at taka ímóti 55 flóttafólkum í ár, hini 34 komu í januar. Flóttafólkini búgva í Kópavogi og í Hafnarfirði. Íslendska almannaráðið hevur boðað frá, at øll flóttafólk, sum koma til Íslands, fáa frálæru í íslendskum siðvenjum. Tey 21 flóttafólkini, suma koma til Íslands í næstu viku, eru nú stødd í Libanon. Íslendska stjórnin samtykti í fjør at brúka fleiri pengar til flóttafólk. Nýggj flóttafólkalóg varð samtykt í Íslandi í fjør. Ísland kann til dømis velja, hvørji flóttafólk koma til landið, og nú eru 55 flóttafólk komin til Íslands í ár. Hann vísti á, at ST roynir at enda borgarakríggið í Sýria, sum hevur vart í fimm ár, og sum hevur kravt 250.000 mannlív. Nærum fimm milliónir fólk eru flýdd av landinum. Stríðið er linkað seinasta mánaðin, men partarnir noyðast at gera eina vápnahvíld og í síðsta enda finna eina politiska loysn, sigur Ban Ki moon. Í februar var ein gevararáðstevnuna í London. Tá samdust heimsins leiðarar um at lata 11 milliardir dollarar, ella 70 milliónir krónur í okkara peningi, í hjálp til Sýria. Útrokningar vísa, at tað kostar fleiri túsund krónur í eftirløn um mánaðin at arbeiða 3 4 tíð eitt heilt arbeiðslív. Og av tí, at umleið onnurhvør føroysk kvinna arbeiðir partstíð, er trupulleikin víðfevndur. Pør mugu taka ta truplu samrøðuna um pengaviðurskifti, sigur pensjónsráðgevi. Arbeiðir kvinnan partstíð og tekur meginpartin av barnsburðarfarloyvinum, má maðurin rinda henni eitt endurgjald fyri hetta, so hon er eins væl fyri sum hann í pensjón, sigur Regin Hammer, nevndarformaður í Betri Pensjón. Í Føroyum er tað ein gomul fatan, at starvið hjá monnunum hevur størri týdning enn hjá kvinnum, sigur Erika Hayfield, sum hevur granskað í partstíðararbeiði í Føroyum, Grønlandi og Álandi. Enn er ógreitt um full undirtøka er í samgonguni fyri uppskotinum. Kristin Michelsen, tingmaður hjá Javnaðarflokkinum og borgarstjóri á Tvøroyri, vil ikki siga, um hann tekur undir við uppskotinum. Aðalfundurin samtykti eisini í gjár at rinda vinningsbýti. Tað er tvær krónur fyri hvørt partabrævið, tað svarar til samans til 20 milliónir krónur. Fíggjarmálaráðið hóttir við at taka rakstarstuðulin til Saltsilogrunnin aftur. Í 2011 samtykti Løgtingið at saltsiloin á Drelnesi skal fáa 2,5 milliónir krónur í rakstrarstuðli um árið frá tí, at mentanarhúsið verður tikið í nýtslu Verða vanligar mannagongdir og treytir í almenna setanarpolitikkinum ikki fylgdar, so noyðist landsstýrið at reagera, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum. Hoyr alt innslagið her. Næstformaðurin í grunninum, Kristian Holbæk, sum við útvarpið týskvøldið segði seg vera nøgdan við ta einu umsóknina, sum hann hevði fingið til stjórastarvið. Kommunufelagið finst nú at, at fleiri landspolitikarar hava tosað um, at land og kommunur eiga at avtala ein íløgukarm, so búskapurin ikki verður ovurupphitaður. Men tað vilja kommurnar ikki. Kommunalu fíggjarviðurskiftini eru fyrst og fremst mál millum kommunu og borgarar, sigur Kommunufelagið í tíðindaskrivi. Raðfestingarnar í kommununum skulu ikki lagast eftir einum rokniarki í Fíggjarmálaráðnum, men hinvegin vera í samsvari við ynski borgarans, skrivar Kommunufelagið í tíðindaskrivinum. 293 familjur í Føroyum, sum liva undir trongum fíggjarligum korum, hava søkt um familjuískoyti. Men enn hevur eingin av teimum fingið ískoyti, og viðgerðin av umsóknunum er heldur ikki byrjað. Almannaverkið ikki er liðugt við at fyrireika praktisku viðurskiftini í sambandi við íverksetanina av familjuískoytinum. Tað er serliga tillaging av kt skipanini, ið er tíðarkrevjandi, kemur fram í svarinum. Artic Circle Race byrjar fríggjadagin og fevnir um tríggjar dagar. Stívliga 50 kilometrar skulu leggjast aftur um bak hvønn dag, soleiðis at luttakararnir hava rokkið 160 kilometrum sunnudagin. Pætur Jørðdal Niclasen býr í Grønlandi og hevur saman við einum vinmanni meldað seg til Artic Circle Race, hetta hóast hann ikki hevur drúgvar royndir á skíum. Hetta er 20. ferðin at skipað verður fyri Artic Circle Race. Í tí sambandi verður Frederik, krúnprinsur, við á ferðini saman við Pætur og øðrum. Í játtanarkørmunum fyri 2017 er rakstrarúrslitið 330 milliónir krónur. Løgukarmurin verður 280 milliónir krónur. Samlaða úrslitið RLÚ 1 verður 50 milliónir krónur í 2017. Tað stendur í uppskotinum um játtanarkarmar fyri 2017, sum Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, legði fram á tíðindafundi klokkan 10. Rakstrarútreiðslurnar hækka 1,8 íroknað lønarframskrivingar. Landsstýrið sýnir við hesum fíggjarpolitiskt varsemi, stendur millum annað í uppskotinum. Størstu løgurnar hjá landinum fyri játtanarkarmarnar 2017 2021 eru Eystur og Sandoyartunlarnir, Glasir, Landssjúkrahúsið, Hvalbiartunnilin, Tjóðleikahús, havrannsóknarskip og Talgildu Føroyar. Harumframt skulu sambært uppskotinum um játtanarkarmar, sum landsstýriskvinnan legði fram, eisini stórar íløgur gerast í bústaðir til lesandi og í bústaðir til lesandi við serligum avbjóðingum. Reyði Krossur Føroya Deild fær rættiliga nógv endurnýtsluklæðir sendandi frá fólki, og nú gera tey eina roynd at fáa selt meira av klæðunum, sum koma inn, og tí verður hesin endurnýtsluhandil latin upp. Nýggi handillin í Stiðjagøtu 6 í Havn, er oipn hvønn leygardag frá klokkan 10 til 15. Irena Jacobsen, dagligur leiðari í nýggja endurnýtsluhandlinum, og Enna Garðshorn, dagligur leiðari hjá Reyða Krossi, greiða frá um nýggja endurnýtsluhandilin. Franski ríkisborgarin, Reda Kriket, varð handtikin í síðstu viku í heimi sínum. Har fann løgreglan riflur og heimagjørt spreingievni. Maðurin er nú skuldsettur fyri at vera partur av einum yvirgangsbólki. Sambært blaðnum, Le Figaro, varð 34 ára gamli fraklendingurin handtikin fríggjamorgunin í síðstu viku. Hann varð handtikin í Boulonje bijankor, sum er forstaður til Paris. Sambært AFP tíðindastovuni, er hann fyrr funnin sekur í at verða limur í einum netverki, sum hevði ætlanir um at fara til Sýria. Danskir myndugleikar hava leingi vitað, at fyrrverandi skipsverkfrøðingurin, Flemming Thue Jensen, hevði upplýsingar í málinum um ferjuna, Scandinavian Star. Men norska løgreglan fekk ikki boðini. Flemming Thue Jensen segði herfyri, at tað var manningin á ferjuni, sum setti eld á ferjuna. 159 fólk lótu lív í eldsbrunanum umborð á Scandinavian Star í 1990. Sambært danska blaðnum vóru danska sjóferðslustýrið, løgmálaráðið og ríkisadvokaturin longu fyri hálvumøðrum ári síðani kunnað um, at fyrrverandi skipsverkfrøðingurin hevði upplýsingar um málið og vildi hjálpa við kanningararbeiðnum. Politiken skrivar, at ríkisadvokaturin í svari til vinnunevndina hjá Fólkatinginum sigur, at ørindini hjá Flemming Thue Jensen vóru av meira yvirskipaðum slagi og at hann eingi ítøkilig prógv hevði. Skipsverkfrøðingurin er ovfarin av tí, sum stendur í brævinum, og sigur við Politiken, at hann kom við nýggjum upplýsingum, og at hann í juli 2014 sendi Sjóferðslustýrinum tveir teldupostar. Tað eydnaðist ikki blaðnum at fáa viðmerking frá danska løgmálaráðharranum, Søren Pind, sum í dag skal á fund um Skandinavian Star málið. Fyrstur hagar var Leivur Hepni, siga sagnirnar, men í øldir var ógreitt, um Vínland veruliga fanst. Í 1961 komu tvey norsk vísindafólk til eina bygd í Ný Fundlandi og fóru at kanna nakrar toftir har. Tey funnu prógv um, at talan var um eina norrøna búseting. Norðbúgvar vóru sostatt á amerikanska meginlandinum 500 ár áðrenn Cristoffer Columbus. Vit hoyra um, hvussu Vínland at enda varð funnið, og hvat norðbúgvar gjørdu í Vínlandi. Millum annað sigur hon, at fyrstur at búseta seg í Føroyum var maður nevndur Grímur Kamban. Nú eru komin undan kavi fornfrøðilig prógv um, at fólk hevur brent byggkorn í torvmoldarøsku heima á Sandi longu í 4. 5. øld. Rannsóknirnar leggja sostatt 500 ár aftrat Føroyingasøgu. Fornfrøðingurin, Símun V. Arge, sum saman við altjóða granskarum hevur staðið fyri útgrevstrunum á Sandi, greiðir frá týdningarmestu fornfrøðiligu rannsóknunum í Føroyum. Tað stendur í uppskotinum um játtanarkarmar næsta ár. Varandi tiltøk mugu gerast á bæði inntøku og útreiðslusíðuni hjá tí almenna árini 2017 2019. So avgjørd er Sonja Jógvansdóttir, løgtingskvinna, nú útivið 300 familjur í fátækraváða bíða eftir svari upp á teirra umsóknir um familjuískoyti. Hoyr samrøðuna við Sonju Jógvansdóttir, tingkvinnu, og Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum. Hetta er tíðin, tá uttanduravenjingin hjá frælsum ítrótti byrjar. Hvirlan hevur áleið 100 limir í felagnum. Hitt felagið í Havn er Bragdið. Frælsur ítróttur er í dag fjórðstørsta ítróttargrein í Føroyum, sigur Eyðun Jakobsen. Heri Ziska leggur dent á, at frælsur ítróttur er fyri øll. Ung sum gomul. Ítrótturin er gevandi og heilsugóður í sjálvum sær, men er eisini frálíkur stuðul til aðrar ítróttargreinar. Heri Ziska brúkar fleiri enn 10 tímar á Tórsbreyt hvørja viku. Motivatiónin er at síggja fólk flyta seg, sigur hann avgjørdur Sambært avtaluni átti partur av veiðini at verið landaður í Íslandi. Men sambært íslendskum myndugleikum hava føroyingar ikki hildið avtaluna seinastu trý árini. Avtalan snýr seg bæði um lodnu til matna og lodnu til ídnað. Hoyr samrøðuna við Andras Kristiansen, deildarstjóra í Fiskimálaráðnum. Urd er verkætlanarleiðari fyri FarLit, Faroese Literature, er útbúgvin cand.mag í máli og altjóða viðurskiftum. Morgunsendingin bjóðaði henni framvið at velja tíggju bøkur úr stóru rúgvuni, sum er farin á útsølu í dag. Og sambært Urd Johannesen er góður møguleiki at gera kvetti. So góðir, at topp tíggju listin bleiv til topp 11. Hennara viðmæli eru hesi 1. Sunnan fyri markið Haruki Murakami 2. Zapatista Durita Holm 3. Tapet millum øldir Jóanis Nielsen 4. Rót tripp Marjun Syderbø Kjelnæs 5. Rustur sum vindur og viður Tóroddur Poulsen 6. Gamansleikur søgur úr Krabbaur Jens Pauli Heinesen 7. Tann deiliga Havn William Heinesen og John Davidsen Ingálvur av Reyni 8. Naboer i Nordatlanten Fróðskapur Føroya 9. Rottan Sólrún Michelsen 10. Stríðið um góða grasið Bárður Oskarsson 11. Suttan hjá Peri Barbro Lindgren Sigfríður Clementsen og Tróndur Vatnhamar hyggja nærri at avrikinum hjá føroyska landsliðnum í venjingardystinum móti Liktenstein. Løgtingið er farið undir aðru viðgerð av uppskotinum um royndaruppboðssølu av uppsjóvarfiski og botnfiski í Barentshavinum. Tað er framvegis ógreitt, um øll í samgonguni fara at atkvøða fyri uppskotinum. Hoyr beinleiðis frásøgnina, Uni Leitisstein Hansen hevði í útvarpstíðindunum klokkan 15. Tað fer at lætta um hjá borgarum, vinnu og tí almenna, og geva møguleika fyri lættari og skjótari at avgreiða formlig viðurskifti. Talgildingin fer at nútíðargera og rasjonalisera umsiting og tænastur í samfelagnum og gera Føroyar kappingarførar, tá ið ræður um talgilt undirstøðukervi, verður sagt í viðmerkingunum til uppskotið um játtanarkarmar. Landið fer næsta ár at seta 20 milliónir krónur av til endamálið, og næstu fýra árini verða eisini 20 milliónir settar av um árið til talgildingina. Tað stendur í uppskotinum um játtanarkarmar næstu árini, sum varð lagt fyri tingið í dag. Ætlanin er lutvíst at dagføra verandi bygningar og at byggja nýtt til fólk við serligum tørvi, eitt nú við menningartarni og autismu. Í 2017 er ætlanin at byggja og útvega bústaðir innan almannaøkið fyri 15 milliónir krónur. Talan er millum annað um ein depil í Havn til børn og ung við autismu og at umvæla og nútímansgera verandi stovnar í miðstaðarøkinum. Arbeiðið við pensjónsnýskipanini verður eftir ætlan liðugt í hesum árinum, men enn er ov tíðliga at siga, hvussu nýskipanin fer at ávirka játtanarkarmarnar næstu árini, verður sagt í viðmerkingunum til uppskotið. Einki stendur í játtankørmunum um, hvørja inntøku samgongan væntar sær av kvotum og fiskirættindum, sum ætlanin er at selja á uppboðssølu. Tað undrast Bill Justinussen í Miðflokkinum á og heldur, at orsøkin er ósemja í samgonguni. Miðflokkurin er tó til reiðar at hjálpa til at fáa málið samtykt, sigur Bill Justinussen. Ætlan og endamál síggja gott út, men at millum 40 og 50 milliónir krónur um árið skulu útvegast við annaðhvørt sparingum ella meirinntøkum uttan at játtanar karmarnir siga meira um tað, undrast formaðurin í Sambandsflokkinum á. Bárður á Steig Nielsen heldur eisini, at útreiðslu vøksturin verður undirmettur. Svein Magnason gjørdi hesa støðulýsing úr løgtinginum, sum viðger ætlanina hjá samgonguni at selja ein part av uppsjóvarfiskinum og toskinum í Barentshavinum á einari almennari uppboðssølu. Latið sjóvinnuna eiga Vestaru Bryggju í Havn í frið. Tað var boðskapurin, tá umboð fyri fyritøkurnar á bryggjuni í dag skipaðu fyri kunningarfundi í Reinsarínum í Havn um framtíðina hjá vestara havnarøki. Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, heldur ikki, at tað sømir seg at taka møguligar inntøkur frá almennu uppboðssøluni við í játtanarkarmarnar, fyrr enn endalig semja er um fiskivinnunýskipanina í Løgtinginum. Eftir drúgva viðgerð í Løgtinginum, var uppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, samtykt við aðru viðgerð í kvøld. Tá ið samanum kom, tóku allir samgongulimirnir undir við at selja umleið 10 prosent av svartkjafta , norðhavssildar , og makrelkvotunum á heimleiðunum, og umleið 10 prosent av botnfiskakvotunum í Barentshavinum á almennari uppboðssølu í ár. Harafturat veitti Miðflokkurin royndaruppboðssøluni sín hálva stuðul, tí annar tingmaður floksins, Bill Justinussen, atkvøddi eisini fyri uppskotinum. Í alt 17 tingfólk vóru fyri uppskotinum og 14 vóru ímóti. Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna, og Magnus Rasmussen, sambandstingmaður, vóru ikki í tingsalinum, tá atkvøtt var. Enn er kortini ikki greitt, hvørja langu uppskotið um royndaruppboðssølu av fiskirættindum fær. Javnaðartingmaður Kristin Michelsen hevur frá fyrsta degi verið ivingarsamur um uppboðssøluna. Hóast hann atkvøddi fyri uppskotinum í kvøld, legði hann í røðu síni dent á, at tað ikki merkir, at hann eisini atkvøðir fyri, tá uppboðsølan skal viðgerast fyri triðju og seinastu í Løgtinginum mikudagin. Upprunaliga ætlaði landsstýrið, at royndaruppboðssølan skuldi verða samtykt fyri jól í fjør, og at inntøkurnar skuldu roknast við í fíggjarlógina fyri 2016, sum varð samtykt beint eftir jól. Tá var kortini ikki full undirtøka í samgonguni fyri at selja part av kvotunum á almennari uppboðssølu, og harafturat vildi Vinnunevndin ikki skriva álit og lata tinginum uppskotið aftur, tí andstøðan og Reiðarafelagið sáddu iva um løgfrøðiliga grundarlagið undir uppboðssøluni. Ført varð fram, at landsstýrið kundi vænta sær endurgjaldskrav, tí inntriv vórðu gjørd í fiskirættindi hjá reiðarum, sum ikki fara úr gildi fyrr enn í 2018. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur víst hóttanunum frá sær, og sagt, at royndaruppboðssølan er loyvd sambært galdandi fiskivinnulóggávu. Trivnaðarnevndin vil hava greiði á 13 spurningum, eftir at eitt broytingaruppskot varð lagt fram við aðru viðgerð, tá Løgtingið viðgjørdi uppskotið um at broyta hjúnabandslógina, so samkynd kunnu vígast borgarliga. Millum annað vil ein samd nevnd hava at vita, um so er, at grein 14, stykki 2 verður strikað, verður tað so bundið fyri soleiðis, at kirkjan hvørki skal ella kann signa samkynt, borgarligt hjúnalag. Katrin Kallsberg, forkvinna í Trivnaðarnevndini, hevur fyrr sagt, at uppskotið kemur úr nevnd aftur, áðrenn tingið fer í summarfrí. Sambært álmanakkanum hjá tinginum, fer Løgtingið í summarfrí flaggdagin, 25 apríl. Er málið ikki komið úr nevndini tá, ella verður tað ikki samtykt endaligt við triðju viðgerð, áðrenn tingið fer í summarfrí, dettur málið burtur. Tá uppskotið um játtanarkarmarnar varð lagt fram í gjár, segði Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, at sparast skal í almenna geiranum næstu árini. Ruth Vang sigur, at búskaparfrøðingar hava víst á, at pensjónaldurin skal hækka. Pensjónsbólkurin er farin til verka, men hon sigur, at pensjónsaldurin hækkar ikki í bræði. Tað stendur í svari til skrivligan fyrispurning frá Jónleifi Johannesen, tingmann hjá Javnaðarflokkinum. Byrgingin um Haraldssund varð gjørd í 1986, men hon er ongantíð gjørd liðug. Ætlanin var upprunaliga at gera eina byrging við eini brúgv og siglingarrennu, so bátar kundu sigla gjøgnum sundið. Men talan verður ikki um at gera brúgv og siglingarrennu, kemur fram í svarinum. Tað er avgjørt í samráði við lokalu myndugleikarnar, tí ein siglingarrenna hevur lítlan týdning fyri útróður og streymviðurskifti á staðnum, sigur Henrik Old, í svarinum. Byrgingin verður eftir ætlan broytt nakað. Landsverk hevur í samferðsluætlanini 2012 2024 mælt til, at arbeiðið verður gjørt beinanvegin, verður sagt í svarinum. Upprunaligu hagtølini vístu, at okkurt um 600 familjur høvdu rætt til familjuískoyti. Men higartil hava bara 293 søkt. Landsstýrið hevur sett av 8,6 milliónir krónur til familjuískoytið í fíggjarlógini fyri 2016. Harafturat koma pengar til at umsita skipanina. Er vandi fyri, at búskapurin verður ov heitur, kann landsstýrið bíða við Eysturoyartunlinum. Tað sigur Heðin Mortensen, sum er formaður í Kommunufelagnum og tingmaður fyri Javnaðarflokkin. Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, heldur, at kommunurnar skulu ikki gera so nógvar íløgur. Men kommunurnar fara ikki at akta boðini úr Fíggjarmálaráðnum. Í kvøld fara vit millum annað at hoyra C est Magnifique, Ottar Johannesen og Kvikstep við Poul Jacob og Hóraldi Joensen. Lagt til rættis Hanna og Terji Jakobsen. Hon heldur, Fólkakirkjuna hava týðandi leiklut í okkara samfelagi. Hon er tíðarleys og ber orðini um okkara hat, kærleika, fyrigeving og vón. Langomma, abbi og mamma, Rigmor sjálv, sonur og dóttir øll eru tey borin inn um slitnu gáttina í kirkjuni og tá jarðiska tíðin er av, so verða tey borin út úr kirkjuni. Tú ert partur av størri eind. Stafettina hevur Lea Wolles. Lea eigur son og dóttir. Dóttirin ber brek, tí hon varð tikin 10 vikur áðrenn tíð og tað hevði avleiðingar fyri hennara menning. Men, Lea heldur, at øll hava vit rætt til lívið, tað sum ræður um er at hava umsorgan fyri hvørjum øðrum, vísa virðing og gera sítt ítarsta fyri at bera byrðar hvør hjá øðrum. Fountainhúsið er eitt sosialt og arbeiðsrættað tilboð til fólk í aldrinum 18 67 ár, sum hava ella hava havt sosialar og ella sálarligar avbjóðingar. Eisini greiddi Sigfríður frá fyrstu føroysku dopingroyndini, sum varð gjørd í Føroyum. Hann skuldi upprunaliga sjálvur kannast, men av tí, at hann hevði fingið ein skaða og tískil eina morfinsproytu, varð Eyðun Samuelsen biðin í staðin. Blues fer at seta sín dám á vikuskiftið í Føroyum, tí í Klaksvík verður blues í Spaniastovu í kvøld, og leygarkvøldið verður blues í Reinsarínum í Havn. Uni Debess skipar fyri tiltøkunum. Hann var í Góðan morgun Føroyum saman við Benjamin Petersen. Báðir høvdu teir gittaran við, og teir spældu hvør sín bluessang, áðrenn teir spældu eitt lag saman. Landsstýriskvinnan eigur at síggja burtur frá meginpartinum av grundgevingunum fyri frámælinum hjá Býarskipanarnevndini hjá landinum, um ikki at loyva Tórshavnar havn at byggja út. Tað sigur Tórshavnar kommuna í svarinum til Innlendis og heilsumálaráðið, eftir at Býarskipanarnevndin hjá landinum hevur mælt frá, at kommunan sleppur at byggja havnina út. Kommunan heldur ikki, at niðurstøðan hjá Býarskipanarnevndini hjá landinum byggir á faklig, býarskipanarlig, umhvørvislig og tekninsk viðurskifti. Tórshavnar kommuna hevði freist til í dag at svara. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í kommunumálum, tekur endaligu avgerðina í málinum. Soppurin í bygninginum, sum Tórshavnar kommuna hevur keypt frá BankNordik í Húsagøtu í Havn, fær onga ávirkan á ætlanina at selja bygningin víðari til danskar myndugleikar. Tað skrivar Dimmalætting í dag. Tórshavnar kommuna hevur keypt bygningin í Húsagøtu, men skal selja hann víðari til danska Bygningsstyrelsen at nýta til politistøð. Støðulýsingin um blámusopp kom ikki óvart á partarnar, tí allar upplýsingar vóru partur av málinum, áðrenn skrivað varð undir avtaluna, sigur Bjørgfríð Ludvig, kommunustjóri, við blaðið Nógv skal gerast við bygningin, áðrenn flutt verður í hann, og tað gongur ið hvussu er eitt ár frá tí, at bygningurin er yvirtikin, til hann kann takast í nýtslu, sigur hann. Ætlanin er eisini at byggja eina hædd aftrat. Kommunan rindaði BankNordik fyri bygningin í januar, sigur Bjørgfríð Ludvig við Dimmalætting, Einki verður alment sagt um, hvat søluprísurin verður. Men kommunan hevur sagt, at hon vil hava tað, sum hon keypti bygningin fyri, tað eru millum 40 og 42 milliónir krónur Í einum sethúsum vóru eini 80 fólk á konsert og í einum øðrum 50. Hóast nógv fleiri fólk komu inn enn væntað, vilja vertirnir royna hetta aftur, sigur Barbara Andreasen. Vit hoyra um Mumi, tí nú verður filmurin um Mumi frumsýndur í Norðurlandahúsinum ein føroyskur Mumi filmur, við føroyskari talu og føroyskum sjónleikarum. Og tá verður eisini Barnafestivalurin 2016 í Norðurlandahúsinum. Felisia, Sirius og Hedvig siga sína hugsan um Mumi og um Tove Janson, sum hevur skrivað og funnið uppá Mumi og hini í Mumidalinum. Tá Hvalbiartunnilin er liðugur, verður farið undir at gera tunlarnar Norður um Fjall í Borðoynni. Teir skulu sambært uppskotinum gerast frá 2021 til 2024. Tunlarnir verða mettir at kosta 205 milliónir krónur. Íløgur verða eisini gjørdar í Vestmannavegin og vegin oman fyri Skálafjørð frá 2019 og næstu árini. Uppskotið um játtanarkarmarnar, sum skulu verða grundarlagið undir fíggjarlógini fyri 2017, kemur til fyrstu viðgerð í tinginum týsdagin. Vit hoyra søguna Tá ið Mumitrøllini kløkkaðu lítlu Mý. Ria Tórgarð lesur. Tove Janson skrivaði og Annika Egholm týddi til føroyskt. Umleið 50 ríkis og stjórnarleiðarar eru á fundinum, teirra millum danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen. Barack Obama, forseti, er vertur. Toppfundurin, sum verður í fýra dagar, verður hildin í kjalarvørrinum á yvirgangsatsóknunum í París í november í fjør og í Brússel í síðstu viku. Tað hevur vakt ans, at russiski forsetin, Vladimir Putin, ikki er á fundinum í Washington. Tað er ein trupulleiki, tí flestu kjarnorkuvápnini eru í Russlandi og USA. Harumframt er Danny kendur frá sangleikunum Audition og Grease, og hann hevur eisini spælt við í fleiri sjónleikum og kabarettum í Klaksvík . Nú er tað tónleikurin , sum er ovast á dagskránni hjá honum , og ein nýggjur sangur hjá Danny og The Veetos , Allright , verður skjótt givin út . Seinni í ár kemur fyrsta fløgan hjá bólkinum á marknaðin . Spurningarnir eru, hví einki eitur konufólkaarbeiði longur, meðan mannfólkaarbeiði framvegis er til, um hvørt man skal loyva dømdum pedofilum at ferðast, har børn eru, og um ein genta kann avgera, at pápin ikki skal við í konfirmatión. Tað var í tøkum tíma, at vit fingu eitt stjórnarskifti í fiskivinnupolitikkinum, segði Høgni Hoydal á flokstingi hjá Tjóðveldi í Skopun fyrrapartin. Hvussu nær vit hava verið støðuni, at ognarrætturin til tilfeingið gjørdist privat ogn, hava vit sæð í uppritum til Løgtingið, og vit hava sæð tað í grundgevingunum, sum eru settar fram á tingi seinastu mánaðirnar, segði Høgni Hoydal. Á flokkstinginum strikaði formaðurin í Tjóðveldi upp nýggja fiskivinnupolitikkin og segði, at livandi tilfeingið í føroyskum sjógvi og tey rættindi Føroyar eiga í altjóða sjógvi og hava samrátt seg til við onnur lond, eru ogn Føroya fólks og eru varandi grundarlag undir føroyska búskapinum og vælferðini hjá tjóðini. Málið er, at tilfeingisrentan gerst so optimal sum gjørligt, og at størst møguligur partur av tilfeingisrentuni fellur til landið, segði Høgni Hoydal. Í røðuni til flokstingið nevndi formaðurin ikki beinleiðis ta ósemju í samgonguni, sum longu hevur víst seg um fiskivinnupolitikkin, men segði, at sum vit longu hava sæð verður stór mótstøða og nógvir snávingarsteinar á leiðini. Men eg eri sannførdur um, at vit megna tað, um vit standa saman um málini, segði Høgni Hoydal. Vit hava sæð, hvussu viðgerðin heldur enn at snúgva seg um málini fyri okkara samfelag, okkara sjálvsavgerðarrætt sum tjóð og um javnrættindi, skyldur og rættartrygd hjá hvørjum einstøkum í samfelagnum, fer at snúgva seg um einstakar tekniskar lutir og betongkendar tulkingar av donskum skipanum og lógargreinum, ið vit sum fólk ongantíð hava valt. Formaðurin í Tjóðveldi tók saman um soleiðis Politiska arbeiðið og tær avgerðir, ið vit fremja komandi árini í stjórn og sum politisk rørsla í samfelagnum, fara at vera tær mest avgerandi í nýggjari tíð. Tær fara at gera av framtíðarstøðuna, livikorini og menningarmøguleikarnar hjá tjóðini og fólkinum í áratíggju og fyri komandi ættarlið, segði Høgni Hoydal á flokstingi hjá Tjóðveldi í Skopun fyrrapartin. Forsetin í Suðurafrika, Jacob Zuma, hevur biðið fólkið um umbering fyri at hava órógvað tey, nú stýrisskipanardómstólurin er komin til ta niðurstøðu, at forsetin av órøttum hevur brúkt almennar pengar. Almenni ákærin fyri nevndina, ið mótarbeiðir mutri, gjørdi í 2014 ein úrskurð og segði, at Jacob Zuma hevði brúkt 150 milliónir krónur uppá heim sítt í KwaZulu Natal landspartinum, og at hann skuldi rinda ein part av pengunum aftur. Tað gjørdi Jacob Zuma ikki, og tí fór málið fyri stýrisskipanardómstólin. Hann sigur, at tá forsetin ikki hevur goldið, hevur hann brotið stýrisskipanina. Tveir andstøðuflokkar í Suðurafrika løgdu málið fyri dómstólin, og nú dómur er fallin, krevur andstøðan, at Jacob Zuma leggur frá sær sum forseti. Í eini sjónvarpsrøðu segði forsetin, at tað, hann hevur gjørt, var gjørt í góðari trúgv, og at hann ikki við vilja hevur brotið stýrisskipanina, men at ymisk sjónarmið í løgfrøðiligu ráðgevingini, hann hevur fingið, hava volt til støðuna. Síðani Jacob Zuma gjørdist forseti í Suðurafrika í 2009, hevur stjórn hansara javnan verið fyri ákærum um mutur og fyri at reka vina og kenningapolitikk. Flemming Rose, ið var redaktørur og setti muhammedstekningarnar í Jyllandspostin í 2005, ávarar ímóti ætlanini hjá donsku stjórnini, at gera útsagnir revsiverdar, ið venda sær ímóti donsku samfelagsskipanini. Herfyri boðaði Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, frá, at stjórnin fer at kanna, um tað við virðing fyri grundlógin og tí hon sigur um trúarfrælsi ber til at gera útsagnir revsiverdar, ið eggja til at undirgrava samfelagið. Tali og skrivifrælsið er knýtt at hugsanum og trúgv ikki at gerðum og varð lógartryggjað júst fyri at gera mun á orðum og gerðum, sigur Flemming Rose. Markið eigur at vera, tá eggjað verður til revsiverdar gerðir, og slíka lógggávu hava vit longu, sigur Flemming Rose og vísir á tiltøkini, ið Fólkatingið hevur sett í verk ímóti yvirgangi. Tey, sum taka undir við at avmarka tali og skrivifrælsið, vísa á, at landið er í eini serstakari støðu við hóttanum um yvirgang, samstundis sum innflytingin til Danmarkar er stór. Men Flemming Rose heldur ikki, at tær grundgevingarnar eru nóg góðar. Eg eri ikki bláoygdur, eg skilji hóttanina og má liva við henni hvønn einasta dag. Men eg haldi ikki, at hóttanin er størri nú, enn hon hevur verið fyrr, sigur Flemming Rose og vísir á, at eftir seinna heimsbardaga var sama orðaskifti, tá sovjettiska einaræðið setti seg á alt Eysturevropa samstundis sum fleiri politiskir flokkar vestanfyri vildu lata kommunismuna fáa valdið í øllum Evropa. Beinleiðis sending, har føroyameistararnir í borðtennis, badminton og judo verða kosnir. Vit byrja at senda klokkan 14 00, og næstu tímarnar síggja vit okkara bestu ítróttafólk í hesum ítróttagreinum. Frá januar til marts í ár hava 56.821 ferðafólk ferðast umvegis Vága Floghavn. Hetta er ein vøksur uppá 5317 ferðafólk ella 10,5 prosent. Vága Floghavn væntaði annars, at ferðafólkatalið fyrsta ársfjóðring í ár fór at hava ilt við at halda sær sammet við fyrstu tríggjar mánarnar í 2015, tí at sólarmyrkingin síðsta ár hevði eina øking á umleið 4000 ferðafólk. Frá januar til marts í ár hava 56.821 ferðafólk ferðast umvegis Vága Floghavn. Hetta er ein vøksur uppá 5317 ferðafólk ella 10,5 prosent. Vága Floghavn væntaði annars, at ferðafólkatalið fyrsta ársfjóðring í ár fór at hava ilt við at halda sær sammet við fyrstu tríggjar mánarnar í 2015, tí at sólarmyrkingin síðsta ár hevði eina øking á umleið 4000 ferðafólk. Sýriski stjórnarherurin hevur funnið eina hópgrøv í býnum Palmyra, ið Islamski staturin misti valdið á herfyri. Tað sigur almenna sýriska tíðindastovan, Sana. Í grøvini eru 40 lík funnin av monnum, kvinnum og børnum, summi hálshøgd og onnur skotin. Talan er um sýriskar stjórnarhermenn og familjur teirra, ið vórðu avrættað, tá islamski staturin tók býin, verður sagt. Ein bólkur av bretum, ið eygleiðir mannarættindi í Sýria sigur, at Islamski staturin í minsta lagi avrættaði 280 fólk, meðan hann hevði valdið í Palmyra. Sýriski stjórnarherurin tók søguliga býin aftur fyri eini viku síðani. Aftrat avrættingunum hava islamistarnir skotið niður nógv týðandi fornminni, ið hava staðið í 2.000 ár og eru á listanum hjá UNESCO sum verd at varðveita. Vikuskiftið hevur verið sera friðarligt, sigur løgreglan. Fyri fyrstu fer í langa tíð var einki harðskapsmál á borðinum hjá vakthavandi, sum møtti í morgun, og hetta hóast at heilt fitt av fólki hevur verið í býnum í nátt. Orsøkin er helst, at løgreglan er sera sjónlig í náttarlívinum og ger nógv burtur úr at koyra úti í býnum í vikuskiftinum, sigur vakthavandi á polititøðini. Rannvá Helenudóttir, fyriskipari, greiddi frá hvat TalGILDI er. Hon nevndi millum annað eisini, at áhugin fyri elektroniskum tónleiki í Føroyum er sera stórur, og at tað leingi hevur manglað eitt tiltak, ið bara fevnir um føroyskan elektroniskan tónleik. Au pair merkir bókstaviliga á líka fóti við . Sissal greiðir frá hvat tað merkir at vera au pair, og hvussu hennara tíð sum au pair í Fraklandi hevur verið. Hon vildi viðmæla øllum, ið vilja royna seg sum au pair at gera tað, tí tað hevur verið heilt fantastiskt inntil víðari sambært henni. Yvast tú Sigmar Bláberg greiðir frá hvat ymsu orðini merkja, so nú kanst tú reypa tær fyri vinfólkunum við tínari fjólbroyttari fiskivitan. TalGILDI er nýtt tiltak, ið fevnir um føroyskan elektroniskan tónleik. Rannvá Helenudóttir, fyriskipari greiðir nærri frá í sendingini. Sissal Drews Hjaltalin greiðir frá hvussu og hvat tað er, at vera au pair. Hon hevur síðan hon bleiv liðug í miðnámsskúla verið au pair í París í Fraklandi. Ganga ung høgt uppí tannrøkt Tróndur Joensen, tannlækni, greiddi frá um tannrøkt sum heild, og so kannaði hann eisni tenninar hjá Torbirni. Lurta og hoyr hvat Tróndur hevði at siga um tenninar hjá Torbirni og annað. Ofta hoyra vit orð, ið vit ikki hava hoyrt fyrr ella ikki vita hvat tey merkja. Í Føroyum fyllur fiskivinnan nógv, og við fiskivinnuni fylgja nógv orð, ið nógv ikki kenna, ella ikki vita hvat merkja. Vit spurdu Sigmar Bláberg um nøkur av mongu orðunum. Hann greiddi væl frá um mongu orðini. Ferðafólkini skuldu gjøgnum neyvar trygdarkanningar, áðrenn tey sluppu til fráferðingarhøllina í Zavenem floghavnini í Belgia, sum læt upp aftur í dag. Orsøkin er herdu trygdarviðurskiftini við floghavnina, nú hon er latin upp aftur, tólv dagar eftir, at tvær bumbur brustu í fráferðarhøllini. Jóan Pauli Joensen var uppií, tá Fróðskaparsetrið síðst í 60unum sendi studentar kring landið at savna inn siðsøguligt tilfar. Hann var eisini í Írlandi saman við írskum fólkalívsfrøðingum, meðan teir savnaðu tilfar. Í 1970 varð Jóan Pauli biðin til skrivara í Tjóðlívsnevndini og fór um sama mundið at savna inn tilfar um slupptíðina. Hann skrivaði uppgávur úr hesum tilfari, meðan hann var staddur í Lund, har hann las seg lidnan. Ein partur av tilfarinum um slupptíðina varð valt út til eina doktararitgerð. Hana vardi hann í 1975, tá hann fekk doktaraheiti í Lund. Millum størstu raðfestingar í 2017 er verkætlanin Talgilding Føroya, ið fer at geva øllum føroyingum møguleika fyri at avgreiða øll síni formligu viðurskifti við talgildum loysnum. Fyrsta stig er at fáa framdan eina føroyska talgilda undirskrift talgildan samleika, stendur í búskaparfrágreiðingini, ið kom út saman við játtanarkørmunun. Talgildingin fer at hava við sær rationaliseringar í umsitingini, tí sambært uppskotinum fer talgildinggin sum heild at nútíðargera og rationalisera umsiting og tænastur í samfelagnum og gera Føroyar kappingarførar, tá ið tað ræður um talgilt undirstøðukervi. 20 milliónir krónur eru settar av til hetta í 2017. Í 2015 2016 hava føroysku peningastovnarnir játtað at seta níggju milliónir krónur í verkætlanina Talgildu Føroyar, kemur fram í búskaparfrágreiðingin, ið liggur saman við játtanarkørmunum. Frá januar til mars í ár hava 56.821 ferðafólk ferðast um Vága Floghavn. Hetta er ein vøksur uppá 5317 ferðafólk ella 10,5 prosent. Vága Floghavn væntanði annars, at ferðafólkatalið fyrsta ársfjóðring í ár fór at hava ilt við at halda sær sammet við fyrstu tríggjar mánaðirnar í 2015, tí at sólarmyrkingin í fjør hevði við sær, at eini 4000 ferðafólk komu aftrat. Ein varskógvaraskipan fyri almenn starvsfólk skal nú setast í verk. Tað stendur í játtanarkørmunum fyri 2017 til 2021, sum skulu viðgerast í tinginum týsdagin. Hetta er ikki fyrstu ferð, at politikararnir tosa um at seta eina varskógvaraskipan í verk. Fyri einum ári síðan feldi samgongan, sum tá var, eitt uppskot til samtyktar hjá Tjóðveldi um varskógvaraskipan hjá fólki, sum arbeiða hjá landi ella kommunum. Kristina Háfoss, sum tá var í andstøðu, legði uppskotið fram, og hon segði í tí sambandi, at tað er av stórum týdningi, at starvsfólk, ið starvast í almenna geiranum, kunnu kenna seg trygg við at fráboða møguligt óreglusemi innan tað almenna. Hetta kann tryggjast við eini varskógvaraskipan fyri starvsfólk, ið starvast hjá landi og kommunum, stóð í viðmerkingunum til uppskotið. Uppskotið um varskógvaraskipan varð ikki samtykt, tí táverandi samgonga helt, at ein slík varskógvaraskipan var óneyðug. Starvsfólk hava, sum er, bæði rætt og skyldu at boða frá, halda tey okkurt vera, sum ikki ruggar rætt á arbeiðsplássinum. Tey kunnu skriva til Løgtingsins umboðsmann ella Landsgrannskoðaran, venda sær til fakfelagið, fáa ein journalist at biðja um alment innlit ella tingfólk at seta fyrispurning í Løgtinginum, var grundgevingin hjá samgonguni tá. Ofta fær tað avleiðingar fyri starvsfólk, sum siga frá óreglusemi, og tí skulu tey fáa møguleika at gera vart við óreglusemi ella lógarbrot dulnevnt, segði Kristina Háfoss í sambandi við lógaruppskotið í 2015. Varskógvaraskipanir eru kendar frá øðrum geirum, eitt nú hevur Bank Nordik eina skipan, har starvsfólk annaðhvørt kunnu boða frá illgruna um óreglusemi beinleiðis til Fíggjareftirlitið ella til ein innanhýsis regluvørð, sum so skal handfara fráboðanina eftir nærri reglum. Uttanlands seta alsamt fleiri fyritøkur, stovnar v.m. í verk varskógvaraskipanir, eins og fleiri lond eitt nú Noreg hava sett í verk varskógvaraskipan fyri starvsfólk, ið starvast hjá tí almenna. Nógv hava kanska trupult at seta seg inní, hvussu tað gongur fyri seg í høvdinum hjá teimum við autismu, og hví fleiri av teimum, ið hava tað, kunnu fáa herðindi. Filmsbrotið omanfyri ber heitið. Eg eri ikki óskikkiligur. Eg havi autismu. The National Autistic Society í Onglandi hevur gjørt filmsbrotið. Filmsbrotið vísir, hvussu ein vanligur túrur til handils kann kennast fyri ein, ið hevur autismu. Tá tit hyggja at filmsbrotinum, er tað umráðandi, at tit hyggja við stórum skermi og hava ljóðið hart frá tað er ikki hugaligt og kann vera trupult at koma ígjøgnum, hóast filmsbrotið ikki er serliga langt. Leitað verður eftir einum manni í Vági, ið síðst varð sæddur sunnudagin. Løgreglan hevur ábyrgdina av leitingini, men bjargingarfeløgini hjálpa til Vakthavandi á politistøðini í Havn sigur, at tá tað fer at lýsa, verður støða tikin til, um tyrlan eisini skal vera við í leitingini. Millum donsku bankarnar, ið hjálpa viðskiftafólkunum at sleppa undan skatti, eru Jyske Bank og Nordea, sum er næststørsti banki í Danmark. 11,5 millónir skjøl, sum 100 fjølmiðlar ymsa staðni í heiminum hava fingið hendur á, avdúka, at ein fyritøka í Panama hjálpir múgvandi fólki at krógva stórar peningaligar ognir fyri skattamyndugleikunum. Eitt nú vísa skjølini, at Nordea í fleiri ár hevur hjálpt til at keypa og røkja strámannafeløg hjá miðamerikansku fyritøkuni Mossack Fonseca. Dømi er um, at ein persónur hevur verið stjóri í 10.000 feløgum í senn, og í einum føri hevði ein persónur verið deyður í átta ár, men hann var framvegis stjóri í 30 feløgum, sum Nordea hevði samband við. Fyrstu skipini fóru í morgun úr oynni Lesbos til turkiska býin Dikili, har tey fyrireikaðu seg til at taka ímóti 500 flóttafólkum. Turkaland er sambært altjóða eygleiðarum als ikki til reiðar til at taka ímóti so nógvum flóttafólkum. Seinni í dag fer eitt skip aftrat við flóttafólki úr oynni Chios. Næstu dagarnar verða enn fleiri flóttafólk flutt aftur til Turkalands. Sambært nýggju avtaluni verða ólógligir tilflytarar í Grikkalandi eisini sendir aftur til Turkalands, fáa teir ikki friðskjól í Evropa. Fyri hvørt fólk, ið verður sent aftur til Turkalands, skulu ES londini taka ímóti einum sýriskum flóttafólki, sum hevur rætt til friðskjól. Turkaland fær fígging og politiskar fyrimunir av avtaluni. Meginparturin av flóttafólkastreyminum til Evropa seinastu árini hevur verið úr Sýria, gjøgnum Turkaland. Í sendingini hoyra vit standardar av uppsamlingsplátuni Love Songs við Miles Davis, sum Columbia Records gav út í 1999. Vit hoyra upptøkur, sum upprunaliga komu út í 1958, 1961 og 1963 við Miles Davis og tónleikarum so sum George Coleman, Victor Feldman, Hank Mobly, Coltrane, Cannonball, Bill Evans, Wynton Kelly, Paul Chanbers, Billy Cobb, Ron Carter og Frank Butler. Lagt til rættis Arnold Ludvig. Vit eru í ferð við at endurskoða, hvussu burðardygg framleiðslan er, skrivar Martin Rune Pedersen, stjóri í Maersk Oil Denmark í fráboðanini. Talan er um størsta gassøki í danska partinum av Norðsjónum, Tyra eystur og Tyra vestur. 90 prosent av donsku gassframleiðsluni kemur haðani. Maersk Oil Denmark noyðist at gera íløgur fyri umleið 30 milliardir krónur, um framleiðslan skal kunna halda fram og verða fíggjarliga burðardygg, siga serfrøðingar, sum finans.dk hevur tosað við. Tá Vágatunnilin verður latin Henriki Old, landsstýrismanni, 10. desember í ár, skal vera ókeypis at koyra í tunlinum. Tað siga politisku feløgini í Vágum og Norðoyggjum í felags yvirlýsing. Yvirlýsingin kemur í kjalarvørrinum av borgarafundinum í skúlanum á Giljanesi 29. mars. Feløgini skriva, millum annað, at viðmerkingarnar til lógina um p f Vágatunnilin eru klokkuklárar. Tað kann ikki tulkast øðrvísi enn, at tað skal vera ókeypis at koyra, tá brúkarin hevur gjørt sína skyldu at gjalda lánið aftur. Og tí skal avtalan, sum landið hevur gjørt við vágafólk og fólkið í Føroyum, haldast, stendur í yvirlýsingini. Politisku feløgini heita samstundis á Henrik Old, landsstýrið og Løgtingið um at finna eina loysn, so Vágatunnilin, eins og allir landsvegir annars, verða hildnir viðlíka og eru tryggir at brúka. Tað hevur loypt hvøkk á allan heimin, at forsetar, forsætisráðharrar, fótbóltsstjørnur og onnur hava stovnað feløg, sum hava til endamáls at sleppa undan skatti. Miðamerikanska advokatfyritøkan, Mossack Fonseca, hevur hjálpt øllum hesum at stovna feløgini, sum virka í londum, ið veita skattaskjól. Nú eru ikki færri enn 11,5 milliónir skjøl frá advokatfyritøkuni likin út. Sambært teimum hava vinfólk hjá Vladimir Putin, forseta í Russlandi, flutt ikki færri enn 13 milliardir krónur millum bankar og loynilig feløg, sum Mossack Fonseca hevur hjálpt teimum at stovna. Kendi fótbóltsspælarin hjá FC Barcelona, Lionel Messi, hevur eisini eitt felag, sum Mossack Fonseca hevur hjálpt honum at stovna. Sambært skjølunum verður felagið brúkt til at krógva pening fyri skattamyndugleikunum. Í slandi er komið undan kavi, at sjálvur forsætisráðharrin, Sigmundur Davið Gunnlaugsson, er vavdur upp í eitt mál um skattaskjól. Skjølini vísa, at hann saman við konu síni hevur átt í einum felag á brestku Jómfrúoyggjunum, uttan at hava greitt altinginum frá tí. Fyritøkan kallaðist Wintris Inc., sum krógvaði fleiri milliónir dollarar fyri skattavaldinum, meðan fíggjarkreppan herjaði í Íslandi. Sjálvur noktar forsætisráðharrin fyri, at hann hevur dult hesar upplýsingar fyri almenninginum. Í eini sjónvarpssending, sum danska kringvarpið sendi í gjárkvøldið, kom fram, at Nordea, sum er næst størsti banki í Danmark, og Jyske Bank hava brúkt Mossack Fonseca at stovna loynilig feløg fyri ríkar kundar, ið vilja sleppa undan at gjalda skatt. Miðamerikanska advokatfyritøkan varð stovnað í 1977, og sambært Politiken , ið hevur greinað skjølini, hevur Nordea bankin í Luksemburg útvegað viðskiftafólkum sínum í minsta lagi 369 loynilig feløg. TAKS hevur í morgun vent sær til donsku skattamyndugleikarnar fyri at fáa eitt samstarv í lag um at útflýggja upplýsingar. Tað sigur Eyðun Mørkøre, stjóri í TAKS. Vit hyggja aftur á árið ið fór í ítrótti, og vit hyggja eisini fram ímóti 2016. Leivur Frederiksen og Ragnar A. Jacobsen leggja tilrættis. 160 kilometrar á skíðum í tríggjar dagar. Tað var teinurin, Pætur Jørðdal Niclasen og eini 200 onnur fólk løgdu aftur um seg um vikuskiftið. Artic Circle Race ber orð fyri at vera heimsins harðasta skíðrennarakapping, og Pætur Jørðdal Niclasen var við í kappingini, sum byrjaði fríggjadagin og endaði sunnudagin. Hóast troyttur og eymur í vøddunum, hevur 30 ára gamli eiðismaðurin, sum býr í Nuuk í Grønlandi, hug at royna kappingina aftur eina aðru ferð. Somuleiðis eru tað nógv fleiri, sum fáa prostatakrabba á okkara leiðum enn til dømis í Asia. Hesum og øðrum greiddi Michael Borre frá, tá hann var í Góðan morgun Føroyum saman við Eiriki Ólasyni Simonsen, sum er formaðurin í bólkinum Menn, sum hava ella hava havt prostatakrabba . Michael Borre er fremsti serfrøðingurin á prostataøkinum í Danmark. Hann er í Føroyum í hesum døgum og skal hava fyrilestur á serligum tiltaki, sum prostatabólkurin hjá Eiriki Ólasyni Simonsen skipar fyri. Sendingin Við Tórði á sjómannatúri í Íslandi er frá væl mannaða sjómannatúrinum á Eysturlandinum, har eldri føroyingar hava nógv góð minnir. Mortan Johannesen er ferðaleiðari og hann heldur, at tað hevur stóran týdning hjá sjófólki at tosa um lívið umborð. Á sjómannatúrinum er gott høvi til tað. Sonny Johannesen hevur verið kendur trolaraskipari í samfull 40 ár. Men sjálvur sigur Sonny, at eingin í verðini hevur verið so ringur av sjóverki sum hann var, tá hann fór til skips 14 ára gamal. Hann stríddist við sjóverk í eini 20 25 ár. Osmundur Justinussen, ið hevur Bátasavnið í Leirvík, heldur, at íslendingar hava verið nógv meira áhugaðir fyri søguni enn føroyingar, og tað er sjón fyri søgn við teimum mongu søvnunum í Íslandi. Niels Jacob Nielsen av Strondum heldur, at tað eigur at vera ein landsuppgáva at hava eitt savn, ið lýsir alla okkara sjóvinnusøgu. Og júst Ísland er ógviliga viðkomandi fyri okkara sjóvinnusøgu, tí tilsamans 400 føroyingar hava latið lív í íslendskum sjógvi síðani fiskiskapurin tók seg upp. Lovisa Ludvíksdóttir í Hvalba var leiðari á verksmiðjuni umborð á norskum flakatrolara, tá russiski kavbáturin Kursk sakk í økinum har tey vóru stødd og 188 mans kvaldust umborð. 23 mans kundu verið bjargaðir, men skip úr øðrum tjóðum sluppu ikki at hjálpa fyrr enn tað var ov seint. Lovisa hevur hugsað nógv um hesa hendingina. Lærarin Arnold Eyvindsson, sum er ættaður úr Hvalba, er ein teirra, ið eru við á sjómannatúrinum. Arnold fór til skips sum ungur drongur og upplivdi mangt og hvat. Serliga eftir at hann var blivin skipsførari og fór út í heimin at sigla. Í samrøðuni greiðir hann frá serligum hendingum í Onglandi og í arabiskum londum. Á vitjan á gamla elverkinum á Seyðisfirði hitta vit kollfirðingin Torbjørn Joensen, ið heldur, at íslendingar hava nógv størri virðing fyri tí gamla enn føroyingar, og teir byggja oman á herðarnar hjá teimum gomlu. Millum annað nevnir hann, at íslendingar nú eiga alla innsigling til Havnina. Johan Magnussen úr Miðvági fegnast um at síggja gamla elverkið. Í Miðvági bleiv alt frá gamla elverkinum koyrt burtur. Nú rópa fólk um, hvar alt er, sigur hann. Ein av teimum yngstu á sjómannatúrinum er klaksvíkingurin Jóhan Klakstein. Hann sigur, at longu tá hann slepti blæðuni, visti hann, at hann skuldi verða sjómaður. Hann brúkar enn klæðsekkin, sum pápin og abbin hava brúkt. Hann varð seymaður í 1941 undir heilt serligum umstøðum. Tá hann vaknaði í morgun var hann forsætisráðharri í Íslandi, Og tá hann vaknar í morginárini verður hann framvegis forsætisráðharri í Íslandi. Í øllum førum um hann sjálvur sleppur at gera av. Sigmundur Davíð Gunnlaugsson hevur ongar ætlanir um at leggja frá sær sum forsætisráðharri, skrivar visir.is Fjølmiðlar hava annars róð framundir, at hann fór at leggja frá sær, eftir at tað er avdúkað, at hann hevur fjalt nógvan pening fyri skattamyndugleikunum. Spurningurin fall ikki í góða jørð hjá íslandska forsætisráðharranum, sum miðskeiðis í samrøðuni takkaði fyri seg, tí hann var ikki tilreiðar at svara spurninginum. Túsundtals íslendingar hava longu skrivað undir eitt mótmæli, at íslendski forsætisráðharrin átti at lagt frá sær. Klokkan 18 í kvøld er eisini boðað frá mótmælisgongu í Reykjavík. Seinastu 10 dagarnar hevur tollvaldið saman við løgregluni lagt hald á 2,6 kilo av hassji, ið kundi verðið selt fyri í minsta lagi 650.000 krónur, sigur løgreglan í tíðindaskrivi . Páskaaftan klokkan 20 35 bleiv ein 60 ára gamal maður handtikin á flogvøllinum í Vágum, tá hann royndi at smugla tvey kilo av hassji í viðførinum. Í morgun klokkan 05 35 bleiv ein 33 ára gamal maður handtikin umborð á Norr nu, tá maðurin royndi at smugla 600 gram av hassji, hann royndi at fjala í viðførinum. Klokkan 10 30 bleiv ein 22 ára gamal maður handtikin í miðbýnum í Havn. Tað var hann, ið átti hassjið, sum tann 33 ára gamli royndi at fáa í land av Norr nu Báðir menninir viðgingu seg sekar. Teir vóru tíðliga seinnapartin dømdir tveir mánaðir treytaleysa fongsulsrevsing hvør í Føroya Rætti. Tað staðfestir eitt skriv frá altjóða grannskoðarafyritøkuni KPMG, sum ásetir hvørjum lógum og reglum Eik skuldi virka eftir, tá ið bankin var seldur. TAKS fer nú at royna at fáa fatur á upplýsingum í sonevndu Panama skjølunum fyri at vita um føroyingar hava fjalt pening fyri skattamyndugleikunum. Tað segði íslendski búskaparfrøðingurin Tórólfur Matthíasson, tá ráðfestvna var um eina framtíðar fiskivinnuskipan í Norðurlandahúsinum mánadagin. Tað er ikki óhugsandi, at kjakið millum annað fer at snúgva seg um játtanina til mentan og list komandi árini, nú játtanarkarmarnir verða viðgjørdir í tinginum. Mánakvøldið sendi landsstýriskvinnan við mentamálum, Rigmor Dam, ikki bara eitt, men tvey tíðindaskriv, har hon grundgevur fyri størri játtanum til sítt øki. Millum annað vil Rigmor Dam at játtanin til mentanarstuðul hækkar upp í 10 milliónir næstu trý árini. Málið er, at fleiri listafólk skulu fáa løn úr Mentanargrunninum at arbeiða við. Hóast talan er um smáar upphæddir sammett við so nógv annað á fíggjarlógini, so hevur júst Mentanargrunnurin fyrr elvt til ógvusliga øsing, tá upphæddin í grunninum er lækkað ella hækkað. Meginparturin av íløgunum hjá landinum næsta ár fara til mentan og heilsu, ávikavist at gera miðnámsdepilin Glasir lidnan og at byggja nýggjan psykiatriskan depil. Hevur tú ikki stundir at fylgja politiska kjakinum í tinginum í dag, kanst tú hyggja í sjónvarpið í kvøld. Har verður kjak um játtanarkarmarnar við øllum floksformonnunum. Kjakið byrjar eftir Dag og Viku. Meira enn 20.000 fólk savnaðust seint í gjár á torginum við Altingshúsið í Reykjavík. Tey kravdu, at Sigmundur Davíð Gunnlaugsson, forsætisráðharri, leggur fra sær. Fólkini mótmæltu eftir at skjøl er likin, sum vísa, at familja hansara helst hevur stórar peningaupphæddir fjaldar í skattaskjóli. Hetta hevur Sigmundur Davíð tó víst aftur fleiri ferðir, og so seint sum í gjár. Eg havi ongar ætlarnir um at leggja frá mær orsaka av hesum, sigur Sigmundur Davíð Gunnlaugsson við íslendsku Støð2. Men fólkini uttanfyri Altingið eru ikki samd. Eg eri komin fyri at hjálpa Sigmundi at leggja frá sær. Eg haldi, at hann hevur snýtt fólkið og veljararnar, og tí eri eg her, sigur Petur Jóhannesson, sum býr í Reykjavík, við íslendska Morgunblaðið. Hildið verður, at umleið 22.000 fólk mótmæltu á torginum mánadagin. 330.000 fólk búgva í Íslandi og av teimum bara 120.000 í Reykjavík. Meðan trýstið frá fólkinum ikki enn hevur fingið Sigmund Davíð Gunnlaugsson at skriva út nýval, kann hann tó kortini verða noyddur til tað. Forsætisráðharrin eigur at leggja frá sær í stundini, skrivaði fyrrverandi forsætisráðharrin, Jóhanna Sigurðardóttir, á Facebook mánadagin. Størsti flokkur í meiningarkanningum í Íslandi í løtuni, Piratflokkurin, hevur mist álitið á Sigmundur Davíð, skrivar NTB tíðindastovan. Málið um ríkidømi í skattaskjóli, sum hann og og kona hansara eiga, er viðkvæmt í Íslandi, sum um nakar merkti avleiðingarnar av fíggjarkreppuni í 2008 og árini eftir. Tá vóru túsundtals íslendingar í gøtunum og mótmæltu móti bankum og politikarum, sum við vandamiklum handilsháttum høvdu drigið Ísland niður í dýkið. Bankakreppan feldi høgrasinnaðu stjórnina. Sambært løgregluni vóru mánakvøldið fleiri fólk í gøtunum í høvuðsstaðnum enn í 2009, tá trýstið fekk stjórnina at leggja frá sær. Eg sá alt fyri eitt, at alt ikki var soleiðis, sum tað plagar, og tí spurdi eg dóttrina, um okkurt var galið. Tá fortelur hon so, hvat hon hevur upplivað. Hon fortaldi okkum, at í bilinum sat ein maður í sólbrillum og keppi og spurdi, um hann ikki skuldi koyra hana heim. Hon skuldi fáa bomm afturfyri, sigur Lilian Hellisdal. Tíbetur hendi einki, men vit eru sjálvandi kløkk um hendingina, sigur Lilian Hellisdal, sum alt fyri eitt skrivaði eina ávaring á Facebook, soleiðis at onnur foreldur í Kollafirði og har á leiðini vóru kunnað um barnalokkaran. Svein Magnason er journalistur á tíðindadeildini í Kringvarpinum. Hann greiddi í morgunsendingini frá Panamaskjølunum og Mossast Fonseca, sum allir heimsins fjølmiðlar fortelja um. Ein søga, sum hevur verið ávegis í næstan eitt ár, har hundraðtals tíðindafólk úr 80 ymiskum londum hava samstarvað. Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur tó ikki broytt hugsan um ætlanirnar hjá landsstýrinum um broytingar í fiskivinnuni, sum var evnið á stórari ráðstevnu mánadagin. Um vikuskiftið bjóðaði ein ókendur maður einari 10 ára gamlari gentu í Kollafirði biltúr og bomm. Gentan segði neitakk, og tíbetur gekk alt væl. Rigmor N. Arge er sálarfrøðingur og arbeiðir nógv við børnum og ungum. Sambært henni er umráðandi, at foreldur kunna børnini um vandar úti í samfelagnum, sum til dømis barnalokkarar, men samstundis er eisini av týdningi ikki at skapa ein óneyðugan ótta. Foreldur skulu ikki vera bangin fyri at fortelja børnunum um barnalokkarar, men tað snýr seg um at tosa við tey um evnið upp á ein natúrligan mátan, tí á tann hátt skapar mann ikki ein óneyðugan ótta, sigur Rigmor N. Arge. Í morgunsendingini fortaldi Rigmor N. Arge, hvussu foreldur kunnu upplýsa og tosa við børnini um viðkvom evni sum til dømis barnalokkarar. Tingmaðurin gav tó ikki lyfti um, at hann eisini fer at atkvøða fyri uppskotinum við triðju viðgerð, sum verður í Løtinginum í morgin. Kristin Michelsen vil í dag ikki siga, hvørja støðu hann hevur til málið, ella hvat hann fer at atkvøða við triðju viðgerð í morgin. Jónleif Johannesen, formaður í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum, segði við útvarpið í síðstu viku, at tað ikki er óvanligt, at full semja ikki er um málini millum aðru og triðju viðgerð. Jónleif Johannesen væntar, at tað fer at eydnast at finna semju, áðrenn uppskotið kemur til triðju viðgerð í Løgtinginum mikudagin. Føroyingar ferðast í egnum landi. Sambært nýggjastu tølunum hjá Strandfaraskipum Landsins ferðast fólk meira enn áður. Higartil í ár hava væl fleiri enn í fjør ferðast við skipum landsins millum oyggjarnar. Á suðuroyarleiðini ferðaðust til samans 45.056 fólk fyrsta ársfjórðing í fjør. Higartil í ár hava 51.552 ferðafólk verið ein túr við Smyrli. Sami vaksandi áhugi at ferðast millum oyggjarnar sæst á øðrum oyggjaleiðum eisini. Talið av ferðandi á Sandoyarleiðini í fyrsta ársfjórðingi í ár er vaksið við 5.826 fólkum samanborið við í fjør. og Kalsoyarleiðin hevur flutt 339 fleiri fólk millum Kalsoynna og Klaksvík. Tað gongur væl í Føroyum. Og gamalt var, at fólk ferðaðust meira, tá tey høvdu pengar. Men orsøkin til vaksandi talið av ferðafólkum er helst einfaldari. Gestur í Vegamótinum hesaferð er 45 ára gamli Ottar í Funningsstovu. Í 1995 avgjørdi hann at verða útsendur við danska herinum til krígsherjaða landið Bosnia. Ein avgerð, ið hevur havt stóra ávirkan á lívið líka síðani. Eg var als ikki klárur yvir, hvat tað var, eg fór at uppliva, og vit blivu heldur ikki fyrireikaðir sálarliga, áðrenn vit blivu sendir til Sarajevo í Bosnia, sigur Ottar í Funningsstovu. Tíðarskeiðið, hann var í Sarajevo, var býtt upp í tvey. Fyrstu tríggjar mánaðirnar hendi ikki so nógv, men tá Ottar kom aftur til Sarajevo eftir at hava hildið frí í nakrar vikur heima í Føroyum, var øðrvísi. Teir seinastu tríggir mánaðirnir vóru rættiliga buldrasligir, og eg upplivdi í fleiri umførum, at tað bleiv skotið eftir okkum. Tað eru slíkar upplivingar, sum veruliga gera nakað við ein, sigur Ottar í Funningsstovu og leggur afturat Tí ætlar samgongan at seta í verk eina varskógvaraskipan, stendur í uppskotinum til játtanarkarmar, sum Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, hevur lagt fram. Har viðgjørdu teir politisku støðuna, eftir at tað er komið undan kavi, at forsætisráðharrin hevur átt í einum felag, sum hevur til endamáls at sleppa undan skatti. Forsetin segði, at hann fer ikki at eftirlíka ynskinum frá forsætisráðharranum, fyrr enn hann hevur hvat fund við Bjarn Benediktsson, fíggjarmálráðharra, sum eisini er formaður í hinum samgonguflokkinum, Sjálfstæðisflokkinum. Hann segði eisini, at tað kann taka drúgva tíð at skipa nýggja stjórn. Ólafur Ragnar Grímsson segði, at hann ætlar at hitta Bjarna Benediktsson í dag og hinar floksformenninar aftaná. Fíggjarmálaráðharrin, Bjarni Benediktsson, er eisini settur í samband við eitt felag, sum varð stovnað til tess at sleppa undan skatti. Tað hevur stóran týdning fyri okkum sum tjóð at semjast um sleppa burtur úr hesi støðuni, segði forsetin í íslendska sjónvarpinum í dag. Tríggir fiskimenn í Gilleleje vórðu í 2010 ákærdir fyri at bróta forboðið fyri at fiska á eini leið í svenskum sjógvi í Kattegat, sum er stongt til tess at verja stovnin. Fiskimenninir taptu eisini í býar og landsrættinum, og skutu síðani dómin inn fyri Hægstarætt. Fiskimenn í øðrum londum enn Danmark og Svøríki kunnu fiska á stongdu leiðini, tí tað er ES, sum hevur lóggávuvald á økinum. Í løtuni eru fleiri onnur líknandi mál, sum Hægstirættur skal taka støðu til. Danska fiskimannafelagið sigur, at tað hevur havt stórar avleiðingar fyri gamla fiskivinnubýin Gilleleje, og nógvir fiskimenn eru givnir. Tað segði Ruth Vang, forkvinna í fíggjarnevndini og framsøgukvinna hjá Framsókn í fíggjarmálum, tá játtanarkarmarnir vóru til viðgerðar í tinginum í dag. Ruth Vang segði, at vit gera altíð ta øvuta av tí, sum neyðugt er at gera, tá búskapurin er ov heitur. Í fíggjarkørmunum eru fimm milliónir settar av til læknatrotið á Landssjúkrahúsinum, afturat vanligu játtanini. Tað fer at hjálpa, Hendan puljan skal gera tað lættari at fáa til vega læknar til ávísu serøkini, sigur Johnny í Grótinum, landssjúkrahússtjóri. Vit hoyra góðan tónleik afturvið góðari søgu. Føroya Symfoniorkestur hevur havt nógvar barnakonsertir, og hesuferð er evnið Føroyingasøga. Jákup Veyhe sigur frá. Ferðavinnan vil ikki bert hava, at revsingin verður strikað, men eisini skyldan at boða frá grind, tí hon styggir ferðafólk burtur. Men landsstýrismaðurin heldur, at fráboðanarskyldan er neyðug. Málið um at broyta grindalógina er til viðgerðar í Vinnunevndini í Løgtinginum. Ringt er at greiða einum skipara frá, at hann hevur skyldu at boða frá grind, men kortini ikki verður revsaður, tá lógin er broytt, sigur Annfinn Hjelm, vinnusamskipari hjá Tórshavnar Havn. Uppskotið at selja ein part av uppsjóvarfiski a heimleiðunum og botnfiski í barentshavinum á uppboðsssølu skal til triðju og seinastu viðgerð í tinginum í morgin. Politiið hevur fingið fýra fráboðanir aftrat um kommunulæknan, sum er skuldsettur fyri at hava framt kynsligan ágang móti kvinnum, ið vóru til viðtalu hjá honum. Til samans hava 17 kvinnur nú meldað kommunulæknan. Ákæruvaldið var annars farið at skriva ákæruritið móti kommunulæknanum í sambandi við 13 fráboðanir. Men við teimum fráboðanum, sum nú eru komnar aftrat, verður hildið, at tað er skilabest at viðgera allar fráboðanirnar samstundis og ikki hvør sær, sigur Linda Hesselberg, ákæri. Enn er óvist um nakar føroyingur ella føroysk feløg eru nevnd í Panama skjølunum. Tað hevur ikki eydnast Kringvarpinum at fáa innlit í skjølini enn. Eitt, sum hevur eyðkent hvítusunnurørsluna er, at fólk fleiri ferðir hava tikið seg burturúr, og hava byrjað smáar samkomur fyri seg sjálvi. Eitt úrslit av hesum er samkoman Immanuel, sum verður tann fyrsta samkoman, vit vitja í hesi sendingini. Síðani fer tað at snúgva seg sum ta samkomuna, sum man vera best kend fyri sítt skúlavirksemi, nevniliga adventistarnar. Vit spyrja millum annað hví tey leggja so stóran dent á at halda leygardagin heilagan, og hví tey halda tað vera so skeivt at eta svínakjøt. Í 1985 fingu kvinnurnar í teim ymisku samkomunum sín egna felagsskap, sum nevnist Aglow. Hann hoyra vit um, áðrenn vit enda hjá teirri yngstu og helst eisini teirri minstu samkomuni í Føroyum, sum nevnist tann Ápostólska Samkoman. Lagt til rættis Sjúrður Skaale. Stórur meiriluti av íslendingum halda, at Sigmundur Davíð Gunnlaugsson, eigur at leggja embætið sum forsætisráðharri frá sær. Tað vísir nýggj meiningarkanning, sum Gallup hevur gjørt. Kanningin varð gjørd í gjár og fyrradagin, og spurt varð, um forsætisráðharrin eigur at leggja frá sær ella halda fram í embætinum. Niðurstøðan er, at 81 prosent av teimum spurdu svara, at Sigmundur Davíð Gunnlaugsson skal leggja frá sær, og 19 prosent svara, at hann skal ikki leggja frá sær. Fleiri kvinnur enn menn halda, at hann skal leggja frá sær, og fleiri høvuðsstaðarborgarar enn fólk á bygd. 699 vórðu spurd, og 91 prosent av teimum svaraðu. Sigmundur Davíð Gunnlaugsson heldur fram sum formaður í Framsóknarflokkinum. Ímeðan røkir næstformaðurin í Framsóknarflokkinum, Sigurður Ingi Jóhannsson, starvið. Har stendur eisini, at forsætisráðharrin og kona hansara ongantíð hava roynt at fjala ognir sínar fyri íslendsku skattamyndugleikunum. Ognirnar í felagnum Wintris hava staðið í navninum hjá konu forsætisráðharrans, tær hava verið givnar upp síðani 2008, og skattur hevur verið goldin í Íslandi. Skyldan hjá altingslimum at boða frá ognum sínum er ikki brotin, verður sagt í tíðindaskrivinum, ið skrivstovan hjá forsætisráðharranum sendi út týskvøldið. Talið av avrættingum var størri í fjør enn nakað annað ár síðani 1989, sigur Amnesty International. Í minsta lagi 1.634 fólk vórðu tikin av døgum í 2015. Tað er ein vøkstur upp á meira enn 50 prosent í mun til árið frammanundan. Iran, Pakistan og Saudiarabia stóðu fyri 89 prosentum av avrættingunum. Kina er ikki við í yvirlitinum, tí har verða slík tøl hildin loynilig. Hinvegin er tað hent, at meira enn helvtin av heimsins londum nú hava sett deyðarevsingina úr gildi. Fiji, Madagaskar, Congo Brazzaville og Suriname broyttu lógina í fjør. Í Mongolia verður broytt revsilóg uttan deyðarevsing sett í gildi næsta ár. Amnesty sigur, at tá talan er um deyðadómar, er Kina fremst. Mett verður, at fólk í túsundatali vórðu avrættað og eins nógv dømd til deyða í fjør. Í Iran vóru 977 fólk avrættað í fjør, árið fyri vórðu 743 avrættað, sigur Amnesty. Tey flestu vórðu avrættað fyri rúsevnisbrotsgerðir. Í minsta lagi fýra av teimum avrættaðu vóru undir 18 ár, tá gerðirnar vóru framdar, verður sagt. Í Pakistan eru avrættingarnar vorðnar nógvar í tali eftir at forboð var sett úr gildi í 2014, í Saudiarabia er talið vaksið við 76 prosentum. Tann seinna tyrlan hjá felagnum kemur til Føroya í næstu viku og fer beinanvegin at flúgva í rutu millum oyggjarnar og í tilbúgvingini, sigur Atlantsflog. Nýggju AgustaWestland 139 tyrlurnar eru keyptar í samráð við landsstýrið og loysa av tær báðar 20 ára gomlu Bell 412 tyrlurnar, felagið hevur brúkt. Bell tyrlurnar hjá Atlantic Airways eru vorðnar minni virkisførar so hvørt nýggjar og strangari reglur eru komnar fyri tyrluflúgving, verður sagt. Frá 1. august 2005 til 1. januar 2008, var Søren Christensen ríkisumboðsmaður í Føroyum, og tá fekk hann sera stóran áhuga fyri skipinum Thorshavn , sum donsku mynduleikarnir í Føroyum hava brúkt sum tænastuskip. Søren Christensen hevur skrivað bók um Thorshavn frá tí, tekningarnar vóru gjørdar til nú, ein grunnur er settur á stovn at reka og eiga galiasuna, sum nú hoyrir heima á Tvøroyri. Er tað eitt gott hugskot at koyra bilin í maskinvask á eini bensinstøð, hvussu fáast felgurnar heilt reinar, og hvat gert tú við rust, sum er komin av steinsløgum Hetta eru nøkur av evnunum, sum bilserfrøðingurin prátar um í sendingini. Eina løtu hevði hann ilt við at trúgva boðunum, tá stjórin ringdi og segði, at hann hevði fingið fast starv, tí tað var 1. apríl. Men tað var eingin aprílsøga. Suni úr Hørg skrivaði fríggjadagin undir sáttmála við Búsetur, sum segði, at hann hevur fingið fast starv sum timburmaður hjá teimum. Fyri tveimum árum síðan datt Suni ígjøgnum eitt tak. Fallið var tíggju metrar, Suni fekk ógvisligan skaða, millum annað misti hann sjónina. Í dag hevur hann bara umleið fimm prosent eftir av sjónini. Skuldi tað hent seg, at eg bleiv uppsagdur, rokni eg ikki við, at nakar timburmaður í heiminum hevði sett meg í starv við tí sjónini, sum eg havi, sigur Suni úr Hørg, sum er ovurfegin um, at hann loksins hevur fingið fast starv, eftir at hava bíðað eftir svari í nakrar mánaðir. Sí eisini sendingina Viljin til lívið , sum Dagmar Joensen Næs og Jónfinn Stenberg gjørdu í november í 2015 har millum annað Suni greiðir nærri frá vanlukkuni og avbjóðingunum, hann síðani hevur fingið. Yvirgangsfelagsskapurin, IS, hevur kunngjørt eitt sjónband, ið bendir á, at víðgongdi felagsskapurin fer at fremja fleiri yvirgangsálop í Vesturevropa. Møguliga var tað París í gjár og Brússel í dag. Men bara Allah veit, hvar tað verður í morgin. Møguliga verður tað London, Berlin ella Rom, sigur ein limur á enskum í sjónbandaupptøkuni. Yvirgangsfelagskapurin, IS, hevur tikið ábyrgdina av álopunum í París í november í fjør, og í Brússel í síðsta mánað, skrivar NTB tíðindastovan. Í sendingini hoyra vit tvær norðurlendskar instrumental jazzduoir spæla egin løg umframt løg hjá øðrum tónaskøldum. Vit hoyra Anders Hagberg, tvørfloytu og sopran saksofon, og Yashohito Mori, kontrabass, sum manna svensku duoina, Winduo, umframt at vit hoyra íslendingarnar Ómar Guðjónsson, gittar, og Tómas R. Einasson, kontrabass, spæla eitt lag hjá Tómas R. Einasson. Lagt til rættis Arnold Ludvig. Ungi maðurin kom við flogfari til Føroya í gjár og varð handtikin á flogvøllinum. Ákærin, Martin Gravesen, vil einki siga um málið. Tá grundlógaravhoyringin byrjaði, bað hann um at fáa dupultafturlatnar hurðar, meðan skuldsetingin varð lisin upp og avhoyringin fór fram, tí tað kundi ávirka kanningararbeiðið hjá kriminalløgregluni. Eingin er dømdur upp á forhond. Tað sigur Bjørn á Heygum, verji hjá kommunulæknanum, sum er skuldsettur fyri at hava framt kynsligan ágang móti kvinnum, ið vóru til viðtalu hjá honum Verjin sigur, at kommunulæknin metir seg vera fullkomiliga ósekan í ákærunum. Bjørn á Heygum sigur, at kommunulæknin sigur, at talan má verða um misfatan av tí, sum hann hevur gjørt. Hann hevur ikki gjørt seg kynsliga inn á kvinnurnar, sigur Bjørn á Heygum, verji, í stuttari viðmerking. Hann vil ikki gera samrøðu um málið. Politiið hevur fingið fýra fráboðanir afturat um kommunulæknan, sum er skuldsettur fyri at hava framt kynsligan ágang móti kvinnum, ið vóru til viðtalu hjá honum. Til samans hava nú 17 kvinnur meldað læknan. Ákæruvaldið skrivar í løtuni ákæruritið móti kommunulæknanum í sambandi við 13 fráboðanir. Við teimum fráboðanum, sum nú eru komnar afturat, verður hildið, at skilabest er at viðgera allar fráboðanirnar í senn og ikki sum hvør sítt mál, sigur Linda Hesselberg, ákæri. Kommunulæknin er skuldsettur fyri at hava brotið fyriskipanina um virksemið hjá læknum, og fyri at bróta revsilógina. Hann er skuldsettur fyri annað kynsligt samband enn samlegu og fyri blygdanarskemd. Bjørn á Heygum, verji, leggur dent á, at eingin er dømdur upp á forhond. Og talið av fráboðanum sigur heldur einki um, um maðurin hevur brotið lógina. Læknin noktar seg sekan í øllum skuldsetingunum. Málið kom fram í fjølmiðlunum í juni 2014. Í september sama ár varð hann fyribils loystur úr starvinum sum kommunulækni. Tað vil siga, at málið hevur verið í umbúnað í skjótt tvey ár. Ákæruritið verður klárt í fyrsta lagi í juni. Málið kemur helst ikki fyri í Føroya rætti fyrr enn í heyst, metir ákærin, Linda Hesselberg. Vestmanna kommuna vil ikki longur vera partur av VEKS samstarvinum um heimatænastuna á eldraøkinum. Kommunan hevur heitt á Heilsu og Innlendismálaráðið um at sleppa úr samstarvinum. Tað váttar Pauli Trond Petersen, borgarstjóri í Vestmanna, fyri útvarpinum. Tað eydnaðist ikki útvarpinum at fáa fatur á Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, ið nú hevur málið, til tíðindasendingina á døgurða. Hesa ferð stendur rentan at vera 2,6 milliónir krónur. Í fjør var sama tal umleið 70 milliónir krónur, sigur Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum. Rentuberandi nettoskuld Føroya er 2,2 milliardir krónur. Á Fígging Landsins verður sagt, at uppgerðin av rentuinntøkum og rentuútreiðslum er broytt, at lán eru umfíggjað, og at rentan í tí sambandi er munandi lækkað. Í 2016 17 er lán umfíggjað og rentan í tí sambandi lækkað úr 3,75 niður í eitt prosent. Tað gevur eina sparing í 2016 í rentuútreiðslunum uppá 18 milliónir krónur. Í mai 2015 varð lógin broytt, heimild er at plasera ogn øðrvísi, og tað gevur hægri rentuinntøkur, verður sagt á Fígging Landsins. Frá 1980 til 2014 er talið fýrafaldað úr 108 upp í 422 milliónir fólk, ið hava fingið staðfest diabetes, sigur heimsheilsustovnurin, WHO. Tølini vaksa uppaftur meira, um ikki okkurt álvarsligt verður gjørt. Tað er serliga typa 2 diabetes, ið verður sett í samband við ringar lívsvanar og fiti. Óviðgjørt diabetes økir um vandan fyri hjartatilburði og heilabløðing, at nýrini ganga fyri, og at fólk missa sjónina, sigur heimsheilsustovnurin. Nógv færri flóttafólk og tilflytarar koma til Grikkalands úr Turkalandi í kjalarvørrinum av at nýggja avtalan millum ES og Turkaland um flóttafólk er komin í gildi. Myndugleikarnir í Athen upplýsa, at seinasta samdøgrið eru bara 68 flóttafólk komin úr Turkalandi. Næstseinasta samdøgur komu 225 flóttafólk til Grikkalands. Støðan er nógv broytt, tí í fjør komu fleiri hundrað túsund flóttafólk til griksku oyggjarnar og víðari til Evropa. Hetta er ein jalig gongd, sigur ein talsmaður fyri griksku stjórnina. ES og Turkaland hava avtalað, at øll flóttafólk, sum verða smuglað úr Turkalandi til Grikkalands, skulu sendast aftur til Turkalands. Afturfyri hvørt sýriskt flóttafólk, sum verður sent aftur til Turkalands, skal ES taka ímóti einum sýriskum flóttafólki, sum eru í eini flóttafólkalegu í Turkalandi. Fyrst fara vit í Losjuna Glottan í Gøtu, har skemtileikurin Renn fyri vívinum varð frumsýndur sunnukvøldið. Vit hittu leikstjóran, Noomi Reinert, og formannin, Eyðun Hansen, og Rudolf Joensen fer at umrøða leikin. Frá 24. til 28. mai verður sjónleikastevna í Føroyum, Nordic Performing Arts Days 2016, ella sum stevnan eitur á føroyskum Dagarnir 2016. Vit gloppa leiktjøldini saman við Gunnvá Zachariassen og Vár Berghamar Jacobsen. Vit hitta søgufrøðingin, Erland Viberg Joensen, arkitektarnar Mayfinn Norðoy og Albert Isfeld og dagliga leiðaran, Boga Andreasen. Hósdagin andaðist Zaha Hadid, arkitektur, 65 ára gomul. Og saman við Heidi Poulsen, arkitekti, minnast vit Hadid, ið varð fyrsta kvinnan og fyrsti muslimur, ið varð heiðrað við nógv virdu Pritzker virðislønini. Vit fregnast eisini um Barnafestivalin, sum verður í Norðurlandahúsinum frá 9. til 16. apríl, og vit hitta Ann Ellingsgaard og Edward Fuglø. Á politiska pallinum fyllir uppboðssølan av fiskirættindum nógv, sera nógv og Norðurlandahúsið hevur hesa vikuna verið á tremur við fólki, sum hava viljað hoyrt, hvat fakfólk, fakfelagsfólk, sjófólk, reiðarar og fíggjarfólk hava at siga um hendan reiðsskapin at útluta fiskirættindi, sum landsstýrið hevur gjørt av skal vera partur av nýskipanini av fiskivinnuni. Í sendingini hoyra vit Jógvan Jespersen, stjóra í Felagnum Nótaskip tala ímóti almennari uppboðssølu av fiskirættindum, Daniel Bromley, professara í búskaparfrøði tala fyri tí sama, vit hoyra Árna Ellefsen, stjóra í Bank Nordik gloppa dyrnar fyri fígging av fiskivinnuni undir eini uppboðssøluskipan, og so spyrja vit Aksel V. Johannesen, løgmann, hvussu hann ætlar sær at fáa eina nýskipan av hesum slagi samtykta, tá hansara politiska grundarlag í løgtinginum er so óvist Teir báðar seinastu dagarnar hevur stjórnarkreppa valdað í Íslandi eftir, at tað kom fram, at forsætisráðharrin, Sigmundur Davíð Gunnlaugsson, hevði tilknýti til mál um at brúka Panama sum skattaskjól. Hetta varð avdúkað í sonevndu Panamaskjølunum, sum komu undan kavi í vikuni. Fyrst fór forsætisráðharrin frá og næstformaðurin í flokki hansara, Framsóknarflokkinum, Sigurður Ingi Jóhannsson, skuldi vera forsætisráðharri. Men tað elvdi til mikið rumbul, tá tað kom fram, at hetta bara skuldi vera fyribils, og at Sigmundur Davíð ætlaði sær aftur í sessin. Í dag varð so endaliga greitt, at Sigmundur Davíð fer frá, og at Sigurður Ingi er nýggjur forsætisráðharri. Hetta verður staðfesti á tingfundi á middegi í morgin. Val í heyst Tað verður tó ikki leingi, Sigurður Ingi sleppur at sita við valdinum, tí í kvøld boðaðu hann og Bjarni Benediktsson, formaðurin í hinum stjórnarflokkinum, Sjálfstæðisflokkinum, at val verður í Íslandi í heyst. Dagurin er ikki ásettur. Á tíðindafundinum á trappuni í tinghúsinum, søgdu teir báðir, at stjórnarsamstarvið heldur fram óbroytt til valið, og at ætlanin er at arbeiða fyri at røkka nøkrum av teimum málum, flokkarnir hava sett sær fyri, áðrenn valið verður. Hvussu hetta arbeiðið gongur, fær eisini ávirkan á, nær sjálvt valið verður hildið, søgdu teir báðir. Sjálfstæðisflokkurin ætlar ikki at skifta nakran ráðharra út, men Sigurður Ingi, forsætisráðharri og næstformaður í Framsóknarflokkinum, segði, at okkurt fer at koma óvart á fólk í morgin. Tunnil skal gerast til Vestmannnar í 2021. Tað ætlar landsstýrissamgongan. Í játtanarkørmunum eru fimm milliónir krónur settar av til forprosjektering í 2019 og fimm milliónir aftrat í 2020. Borgarstjórin í Vestmanna, Pauli Trond Petersen, heldur, tunnilin er neyðugur hjá vestmenningum. Nú er greitt, at Sigmundur Dávið Gunnlaugsson leggur frá sær sum forsætisráðharri í Íslandi, og at floksfelagin, Sigurður Ingi Jóhannsson, fiski og landbúnaðarmálaráðharri, verður nýggjur stjórnarleiðari. Tað upplýstu formenninir í báðum stjórnarflokkunum á tíðindafundi í Reykjavík í gjár, eftir at hava tingast um, hvør skuldi vera nýggjur forsætisráðharri eftir Sigmund Dávið Gunnlaugsson, sum er settur í samband við eitt felag í skattaskjóli uttanlands. Semja er millum báðar stjórnarflokkarnar, Framsóknarflokkin og Sjálfstæðisflokkin, at Sigurður Ingi Jóhannsson skal vera nýggjur forsætisráðharri. Flokkarnir eru eisini samdir um at skriva út val í ótíð, men tað verður ikki fyrr enn í heyst. Fráfarandi forsætisráðharrin hevur verið undir stórum trýsti seinastu dagarnar, men hann sýtti fyri at leggja frá sær. Týdagin boðaði hann frá, at hann ætlaði at leggja frá sær, men bara fyribils. Í gjár gjørdist so greitt, at Sigmundur Davið Gunnlaugsson leggur frá sum stjórnarleiðari. Nýggi forsætisráðharrin er ein álitismaður og ein góður maður, so eg fari at ynskja íslendingum til lukku, segði Sigmundur Davið Gunnlaugsson á tíðindafundinum, tá hann boðaði frá, at hann gevst sum stjórnarleiðari. Løgtingið samtykti mikukvøldið eitt broytingaruppskot frá samgonguumboðunum í Vinnunevndini, Bjarna Hammer, Bjørt Samuelsen og Ingolf S. Olsen, og Kristini Michelsen um nýggjar treytir fyri botnfiskinum í Barentshavinum. Broytingaruppskotið varð samtykt við 17 atkvøðum fyri og 14 ímóti. Tá Løgtingið atkvøddi um lógina soleiðis broytta, var munurin uppaftur minni, 16 atkvøður fyri og 15 móti. Sambært lógini um royndaruppboðssøluna fær landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum heimild at selja 9.000 tons av makreli, 4.000 tons av norðhavssild, 20.000 tons av svartkjafti og 3.000 tons av botnfiski í Barentshavinum á uppboði. Fiskurin úr Barentshavinum skal bjóðast út til føroysk virki eftir treytum, sum landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð. Lógin um royndaruppboðssøluna kemur í gildi 15. apríl. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, sigur, at hann er væl nøgdur við úrslitið, hóast tað tók tinginum nærum fýra mánaðir at avgreiða málið um royndaruppboðssøluna. Jacob Vestergaard í Fólkaflokkinum, sum saman við hinum í andstøðuni hevur funnist hvassliga at uppboðssøluni, sigur, at ótryggleikin í vinnuni verður uppaftur størri. Skattamyndugleikarnir í Føroyum og Danmark eru farnir at samstarva um at fáa innlit í skjølini, sum avdúka hvør roynir at sleppa undan skatti í heimlandinum, tí tey hava stovnað feløg í londum, sum veita skattaskjól. Tað upplýsti Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, tá hon svaraði einum fyrispurningi frá Sonju Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinnu, í Løgtinginum í gjár. Kristina Háfoss segði, at Føroyar samstarva við nógv onnur lond um eftirlit á skattaøkinum. Sonja Jógvansdóttir segði seg vænta, at kemur ein umbøn úr Fíggjarmálaráðnum um at seta fleiri fólk á TAKS at røkja eftirlitsuppgávur, so fær tað undirtøku. Hetta kom fram, tá munnligir fyrispurningar vóru í Løgtinginum í gjár. Jørgen Niclasen í Fólkaflokkinum spurdi Henrik Old, landsstýrismann í samferðslumálum, um ætlanina inni á Firði. Undanfarna samgonga hevði sett pengar av í langtíðar játtanarkørmunum ein verkætlan, sum Landsverk hevði mett, fór at kosta einar 40 milliónir krónur tilsamans. Men stórar broytingar á vegakervi í Kollafirði mugu bíða til eftir at Eysturoyartunnilin er liðugur, segði Henrik Old í tinginum í gjár. Hinvegin kunnu fólk á Selatrað gleða seg til, at vegurin til Selatraðar fær hægri raðfesting, tí stendur tað til landsstýrismannin í samferðslumálum, so verður vegurin bæði breiðkaður og asfalteraður. Eitt nú nevndi Henrik Old møguleikan at brúka eitt slag av bíligari, men ikki so slitsterkum asfalti til leiðina, har tað ikki er so nógv ferðsla. Við góðari hjálp frá privatum stuðlum hava Martin Kúrberg og Hans Jákup Johansen keypt hotellið, sum hevur staðið til sølu eina tíð, og nú verður arbeitt við at gera tað klárt til nýggja endamálið. Tað sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum. Hon svaraði í gjár einum munnligum fyrispurningi frá Honnu Jensen í Framsókn um almennan ognarlut í privatum fyritøkum. Tú ert møguliga ein av teimum. Ein av teimum mongu, sum javnan keypir eitt ílat við kostískoyti sum til dømis d vitamin, c vitamin og jarntablettir. Men er tað er ikki altíð neyðugt við øllum hesum kostískoytinum, tí í fleiri førum ber til bara at eta soleiðis, at tú fært tær vitaminirnar og og mineraliini, tær tørvar. Tað finnast ikki tøl, sum siga nágreiniliga, hvussu nógvir føroyingar brúka kostískoyti, men herfyri vísti ein nýggj kanning, at seks út av 10 danskarum brúka okkurt slag av kostískoyti. Tað meta serfrøðingar á økinum vera í so nógv, tí í nógvum førum hava fólk als ikki tørv á hesum ískoytinum, og tað kostar teimum bara pengar. Snorri Patursson er kostfrøðingur, og í morgunsendingini fortaldi hann, hvussu vit kunnu fáa tær neyðugu vitaminirnar við at eta ávísar matvørur. Ein máti at fáa nóg mikið av c vitamin og sleppa undan eini tablet við c vitamin er til dømis við at eta epli. Epli inniheldur eina rúgvu av c vitamin, og er eitt betri val enn appilsin, sum fólk annars ofta seta í sambandi við c vitamin, sigur Snorri Patursson. Fólkaatkvøðan er ikki bindandi, men forsætisráðharrin, Mark Rutte, sigur, at tað ber ikki til at látast sum einki, tá úrslitið er so greitt. 30 prosent av øllum teimum, sum høvdu valrætt, skuldu velja í gjár fyri at fólkaatkvøðan skulu hava gildi. Valluttøkan endaði á 32 prosentum. Holland er sostatt tað einasta av teimum tilsamans 28 limalondunum í ES, sum ikki hevur góðkent avtaluna, sum skal knýta Ukraina tættari at ES. Ein møguleiki er, at tað verður skrivað í sjálva avtaluna, at Holland ikki tekur undir við henni, men í løtuni er ógreitt, um tað ber til, skrivar Reuters. Heðin Mortensen, løgtingsmaður í Javnaðarflokkinum og borgarstjóri í Havn, kennir seg bakbitnan av sínum egnu. Norðoya Javnaðarfelag ætlar, at løgtingsfólk hjá flokkinum ikki skulu kunna sita í tinginum og vera borgarstjóri samstundis. Flokkurin vildi hava atkvøðurnar, men vil nú ikki kennast við mín persón, sigur Heðin Mortensen. Bæði Sigfríður Clementsen, fótbóltsviðmerkjari og Jóannes Jakobsen, hjálparvenjari hjá A landsliðnum halda, at tað er ov tilvildarligt, hvussu føroyskur fótbóltur er skipaður. Teir eftirlýsa báðir fleiri starvsfólk í FSF, sum hava fótbóltsroyndir, og teir ynskja, at tað verður stungið út í kortið, hvussu føroysk landslið spæla. Í løtuni er tað soleiðis, at A landsliðið spælir upp á sín máta, og ymisku ungdómslandsliðini skipa seg alt eftir hvør er venjari. Astrid Samuelsen er dóttir Stanley Samuelsen og spælir eins og pápin tónleik. Hon er eingin festivalgangari og hevur sagt fyrr, at skuldi hon á Roskilde festivalin, var tað tí, at The Beatles skuldu spæla ella hon sjálv. Í fjør spældi Paul McCartney á Roskilde, tí mátti Astrid fara. Og í ár má Astrid aftur avstað, tí nú er bólkur hennara bjóðaður at spæla á sama festivali. Petur Rouch, vertur í countrysendingini, Rót og Rútmu, lýsti í morgunsendingini mannin og tónleikaran, sum er millum størstu countrystjørnurnar nakrantíð. Tað er púra burturvið at áseta við lóg, at fiskurin úr Barentshavinum skal bjóðast út til føroysk virki á landi eftir treytum, sum landsstýrismaðurin ásetir. Tað sigur Hanus Hansen, stjóri í JFK, sum finst hvassliga at uppskotinum um royndaruppboðssølu, tí tað máar burtur av grundarlagnum hjá vinnuni. Hanus Hansen ávarar ímóti, at nógvir fiskimenn fara at missa arbeiðið, verða arbeiðsplássini flutt upp á land. Fiskimannafelagið tekur heldur ikki undir við lógini um royndaruppboðssølu. Um tú ikki hevur ávísar ætlanir leygarkvøldið, so kanst tú fara á Vaglið í Havn og dansa føroyskan dans og harvið hjálpa einum svenskum filmsliðið, sum er í Føroyum í løtuni. 25 ára gamli danin og ein føroyingur, um 40 ára aldur, vóru í gjár til grundlógaravhoyring í einum máli um brot á lógina um euforiserandi evni. Danin skal sita avbyrgdur fyrru vikuna. Føroyingurin er latin leysur, men hann er framvegis skuldsettur í málinum. Danin kom við flogfari til Føroya í gjár, og varð handtikin á flogvøllinum. Ákærin, Martin Gravesen, vil einki siga um málið, sum varð viðgjørt fyri dupultafturlatnum hurðum. Dómarin tók undir við hesum, og fjølmiðlar og almenningurin vórðu koyrd úr rættarsalinum. Tað sigur ukrainski forsetin, Petro Poroshenko, sum er á vitjan í Japan. Avtalan millum ES og Ukraina kom longu í gildi á nýggjárinum. Fyri at avtalan skal hava løgfrøðiligt gildi, skulu øll 28 limalondini í ES góðkenna avtaluna. Mikudagin avgjørdu hollendsku veljararnir á fólkaatkvøðu, at Holland skal ikki skriva undir avtaluna. Undir øllum umstøðum verður hildið fram at seta avtaluna við ES í verk, eisini ein grundleggjandi og víðfevnda fríhandilsavtalu, sigur Poroshenko. Nógvir ukrainar halda, at teir hava uppiborið avtaluna við ES eftir kreppuna við Russland, sum hevði við sær, at russar tóku Krim hálvoynna. Hollendingar, sum eru fyri avtaluni siga, at eitt nei ber í sær, at russiski forsetin, Vladimir Putin, vinnur ein sigur. Fólkaatkvøðan í gjár var ikki bindandi. Men Mark Rutte, forsætisráðharri, hevur sagt, at tað ber ikki til at látast sum einmi, tí ein meiriluti av teimum, sum vóru á vali, hava atkvøtt ímóti. Formaðurin í Føroya Fiskimannafelag, Jan Højgaard, heldur lítið um uppskotið um royndaruppboðssølu av uppsjóvarfiski og botnsfiski í Barnetshavinum, sum varð samtykt við triðju viðgerð í Løgtinginum í gjár. Tó at stríðið at vinna føroyskum heiðurssess í kirkju og skúla varð vunnið, skuldu stóru tøkini at menna føroyskt sum alment mál í Føroyum takast árini eftir Seinna Heimsbardaga. Hugsjónarmenn ganga undan í hesum strevi. Í Keypmannahavn ganga í 40 árunum útisetar við føgrum dreymum um at skapa eitt føroyskt vísindamál á hægri lærdómsstovni í Føroyum. Nýggjur loftmiðil fær brátt støðu sum málsligur mentanarberi. Søgur og sangir á føroyskum gerast alt vanligari. Í 1974 kyknar upp nýtt málstríð í Føroyum. Næmingar á studentaskúlanum í Hoydølum seta prógvið í veð, tá teir krevja at tosa føroyskt í munnligari próvtøku. Trætan elvir til politiskt rumbul í Føroyum og Danmark. Um aldamótið fara føroyskar orðabøkur at koma út í stórum tali. Forlagið Sprotin setur nýggja dagskrá á hesum øki. Men føroyingar eru framvegis ósamdir um móðurmálið. Málfelagið er í andstøðu til almenna Málráðið og hevur at Setursføroysku málkósini, tey rópa, og ávarar um málsliga fremmandagering. Stóra avbjóðingin hjá føroyskum nú á døgum er alheimsgeringin og fremmandamálini, sum gera innrás á øllum mótum. Fara komandi ættarlið at varðveita sín upprunamálsliga samleika í hesum meldri Hjálmar Dam lesur. Kristin Steinsdóttir hevur skrivað. Tóra Tórodsdóttir týddi til føroyskt og Bókadeild Føroya Lærarafelag gav út í 2006. Rani Allanson er vertur og Elin á R gvi setti saman og leggur til rættis. Hjálmar Dam lesur. Kristin Steinsdóttir hevur skrivað. Tóra Tórodsdóttir týddi til føroyskt og Bókadeild Føroya Lærarafelag gav út í 2006. Rani Allanson er vertur og Elin á R gvi setti saman og leggur til rættis. Hjálmar Dam lesur. Kristin Steinsdóttir hevur skrivað. Tóra Tórodsdóttir týddi til føroyskt og Bókadeild Føroya Lærarafelag gav út í 2006. Rani Allanson er vertur og Elin á R gvi setti saman og leggur til rættis. Hjálmar Dam lesur. Kristin Steinsdóttir hevur skrivað. Tóra Tórodsdóttir týddi til føroyskt og Bókadeild Føroya Lærarafelag gav út í 2006. Rani Allanson er vertur og Elin á R gvi setti saman og leggur til rættis. Hjálmar Dam lesur. Kristin Steinsdóttir hevur skrivað. Tóra Tórodsdóttir týddi til føroyskt og Bókadeild Føroya Lærarafelag gav út í 2006. Rani Allanson er vertur og Elin á R gvi setti saman og leggur til rættis. Ísland fekk í dag nýggjan stjórnarleiðara eftir at Sigmundur Dávið Gunnlaugsson seinnapartin legði frá sær sum forsætisráðharri. Gølan um panamaskjølini noyddu hann frá. Tað mundi eyðnast fyrrverandi stjóranum í Northwest Pelagic at tøma felagið, teir ráddu yvir, fyri stór virðir. Útlendsku partaeigarararnir í felagnum fingu tó frænir av ætlanini, og tí varð handilin steðgaður í síðstu løtu. Dánjal Johansen og Hans Trygvi Teirin vildu ikki gera samrøðu til sendingina í dag. Vit ætlaðu at spyrja teir, um tað ikki var at skaða felagið, sum teir arbeiddu fyri, at selja loyvini hjá Atlantsfarinum úr felagnum. Vit ætlaðu eisini at spyrja, um tað ikki var at snýta hollendsku lánveitararnar og partaeigararnar í felagnum, at teir tóku eina so stóra avgerð uttan, at tað var viðgjørt í nevndini hjá felagnum Mest avgerandi er at fáa sagt, at umrødda søga um keyp og sølu hevði eittans endamál og tað var at bjarga tí, sum bjargast kundi til frama fyri eigarar og áognarar. Minnilutaeigarin og áognarin valdu at samstarva við aðrar føroyingar, og tann søgan er kend frá fjølmiðlunum. Serstovur og stórar eindir skapa ikki einsamallar trivnað, læring og menning fyri allar skúlanæmingar í eini kommunu. Tað halda foreldur at børnum í Sankta Frans skúla, nú umsókn teirra um eina framhaldsdeild ikki varð gingin á møti. Men tey gevast ikki so. Fyrsta sýning verður síðst í mánaðinum. Filmurin snýr seg ikki bert um Føroyar, men eisini um, hvussu menniskju liva saman við náttúruni. Tað vóru boðini, sum vágafólk og norðoyingar fingu á fundi við løgmann í gjár um tunnilsgjaldið. Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, sigur, at tað ræður um at taka eina rætta avgerð nú, tí tað fær ávirkan á, hvussu alt samferðslukervið skal fíggjast í framtíðini. Hóast Ísland hevur fingið nýggjan forsætisráðharra, og politikararnir hava givið lyfti um altingsval í heyst, eru íslendingar ikki nøgdir við politisku støðuna í landinum. Politiska kreppan í Íslandi tók seg upp, tá tað frættist, at fyrrverandi forsætisráðharrin, Sigmundur Davíð Gunnlaugsson, varð settur í samband við panamaskjølini um skattaskjól. Sigmundur Davíð sýtti í fyrstu atløgu fyri at leggja frá sær, men tað endaði við, at hann legði kongin og læt næstformannin í Framsóknarflokkinum, Sigurð Inga Jóhannsson, taka við sum forsætisráðharri. At tilnevna Sigurð Inga Jóhannsson nýggjan forsætisráðharra, loysir ongan trupulleika í landinum, søgdu tey, sum mótmæltu uttan fyri Altingið í gjár, skrivar Ritzau. Ein samd uttanlandsnevnd tekur undir við uppskotinum frá Poul Michelsen, landsstýrismanni í uttanríkis og vinnumálum, um fríhandilssáttmála millum Føroyar og Turkaland. Poul Michelsen sigur, at turkiski marknaðurin er áhugaverdur hjá føroyskum útflytarum. Serliga er áhugi fyri at útflyta uppsjóvarfisk og upsa. Eisini hevur alivinnan víst áhuga fyri at flyta út laks á turkiska marknaðin. Í 1992 varð fríhandilssáttmáli gjørdur millum EFTA og Turkaland. Sáttmálin hevur givið okkara kappingarneytum í Íslandi og Noregi kappingarfyrimun, tí føroyskar vørur noyðast at gjalda millum 25 og 49 prosent í tolli á turkiska marknaðinum, sigur landsstýrismaðurin í uttanríkismálum. Turkaland og Føroyar skrivaðu undir fríhandilssáttmálan fyri jól í 2014, men í løtuni er ógreitt, nær turkiskir myndugleikar fara at góðkenna sáttmálan. Løgtingið fer at atkvøða um fríhandilssáttmálan við Turkaland týsdagin. Íslendska stjórnin hjá Sigmundi Davíð heldur fram, men við nýggja forsætisráðharranum, Sigurði Inga Jóhannsyni. Nýggi forsætisráðharrin er næstformaður í flokkinum hjá Sigmundi Davíð, ið framvegis er við í stjórnarflokkinum. Men stendur tað til íslendska fólkið, er íslendsku stjórnini ikki langt lív lagað. Tað sigur Friðrik Indriðason, ið hevur starvast sum journalistur í Íslandi í meira enn 30 ár, og sum nú er fríyrkistíðindamaður. Aftur í kvøld fer ein stórur partur av Føroya fólki at spæla Gekk, og við høvuðsvinninginum, sum er tvær milliónir, er talan um metstóra upphædd. Gunnar Restorff er ph.d. og lektari í støddfrøði á Setrinum. Hann hevur roknað sannlíkindini fyri at vinna ta stóru gekkaupphæddina. Siga vit, at tú hevur fulla plátu, kemur ígjøgnum til vertin og velur at snara tríggjar ferðir, so er møguleikin fyri at vinna tær tvær milliónirnar 9,7 prosent, sigur Gunnar Restorff. Ole Helbo er limur í Bahai rørsluni. Hann sigur, at gud í øllum átrúnaðum er eini og sami Guð. Bahai arbeiðir fyri friði og einleika millum øll fólk og hevur eittans boð, sum sigur, at tú ikki má baktala eitt menniskja. Bahai rørslan stavar úr Iran. Stafettina hevur Jørmund Foldbo, ið er uppvaksin á Toftum og býr í Leirvík. Hann starvast í Norðoya Sparikassa, er giftur og eigur dóttir og ein son, sum hevur autismu. Jørmund hvílir í kristnu trúnni og sigur seg vera í tryggum hondum. At Guð, sum gjørdi alt fyri menniskjað, tá Hann sendi Sonin í heimin, Hann veit eisini ráð at hjálpa menniskjanum í dag. Í gjár var heimsheilsudagur, og í tí sambandi sendi heimsheilsustovnurin, WHO, út eitt slag av ávaring, um at talið á fólki við diabetes veksur í stórum. Eftir bara 35 árum er talið á diabetissjúklingum ferfaldað. Frá 1980 til 2014 er talið ferfaldað úr 108 upp í 422 milliónir fólk, ið hava fingið staðfest diabetes, sigur heimsheilsustovnurin, WHO. Tølini fara at veksa enn meira, um ikki okkurt álvarsligt verður gjørt, serliga typa 2 diabetes, ið verður sett í samband við ringar lívsvanar og fiti. Eina tíð hevði eg verið óvanliga troyttur og snarsintur. Harafturat var eg alla tíðina tystur, fortelur Ingolf S. Olsen, sum eftir eina tíð við kanningum fekk staðfest diabetes. Í morgunsendingini fortaldi hann, hvussu hann livir við sjúkuni, og hvussu sjúkan ávirkan gerandisdagin. Eitt nú tekur hann ymiskan heilivág. Eisini forkvinnan í Føroya Diabetisfelagið, Kristiana Rein, var í útvarpsstovuni og greiddi frá sjúkueyðkennum og týdningin av røttum kosti og livivanum. Leitingin eftir Rólanti Nónfjall, sum hevur verið saknaður í fimm dagar, er nú steðgað. Tað boðar løgreglan frá í tíðindaskrivi til miðlarnar. Nýggj dopingreglugerð er sett í gildið í Føroyum. Revsingin at verða tikin fyri doping er tvífaldað. Hon er farin úr tveimum árum upp í fýra ár. Jóan Pauli Joensen sat í ráðnum fyri Fróðskaparsetri Føroya og var formaður árini 1977 1989. Arbeitt varð alsamt við at menna útbúgvingarnar. Í 1987 kom nýggj lóg um Fróðskaparsetrið. Nú var Setrið ikki longur akademi, men eitt universitet. Tað hevur sæst aftur í menningini, um enn hon hevur gingið seint, tí eitt eyðkenni fyri játtanirnar hevur verið, at tær hava verið ov smáar. Jóan Pauli var rektari á Fróðskaparsetri Føroya í 14 ár og hevði samband við universitet aðrastaðni, eitt nú í Svøríki og á Prince Edward Island. Var um aldarskiftið formaður í grundlógarnevndini. Avlopið í Vágatunlinum var 300.000 krónur, sum eru 3,4 milliónir krónur minni enn árið fyri. Umsetningurin í Vágatunlinum var góðar 13 milliónir í fjør, men árið fyri var hann næstan 19 milliónir krónur Umleið 700.000 akfør koyrdu í Vágatunlinum í fjør, 15.216 fleiri enn árið fyri. Í meðal koyrdu 1865 akfør um samdøgrið í Vágatunlinum í fjør. Á aðalfundinum í fjør, varð samtykt, at Vágatunnilin skuldi latast landinum í desember í ár. Málið er síðani umrøtt millum Henrik Old, landsstýrismann, og umboð fyri P.f Vágatunnilin, Landsstýrismaðurin hevur boðað felagnum frá, at Vágatunnilin skal ikki latast landinum í ár, sigur Uni Danielsen, stjóri í Vágatunlinum og Norðoyatunlinum, í tíðindaskriv. Úrslitið í P.f. Norðoyatunlinum í fjør var slakar 5 milliónir krónur í avlopi, ella 3,6 milliónir størri enn árið fyri. Umsetningurin var góðar 24 milliónir krónur , eina millión meira enn í 2014. Umleið 900.000 akfør koyrdu í Norðoyatunlinum í fjør, vøksturin er 6,6 prosent. Í meðal koyrdu 2463 akfør í Vágatunlinum í fjør. Á aðalfundinum vóru báðar nevndirnar afturvaldur. Í nevndini fyri Vágatunnilin sita Jens Kári Vilhelm, Dánjal T. Thomsen, Matthea Hilduberg og Marita Hentze. Jens Kári Vilhelm er nevndarformaður bæði í Norðoyatunlinum og Vágatunlinum. Tummas Christoffersen, stjóri í felagnum Jókinn, sum hevur trolararnar Fram og Sjagaklett, váttar, at felagið er áhugað og fer at liggja framvið at fáa lut í kvotuni. Felagið bíðar nú eftir kunngerðini, sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fer at áseta. Tá kunngerðin er lýst, fer felagið at taka endaliga avgerð, um tað loysir seg fíggjarliga at bjóða upp á rættindini, sigur Tummas Christoffersen. Tað er eisini væl hugsandi, at frystilínuskipini fara í Barentshavið at royna. Tað sigur Hálvdan Gudmundsen, formaður í felagnum Línuskip. Línuskipini Klakkur, Kambur, got, Stapin og Eivind eru egnað til fiskiskap í Barentshavinum, og helst er áhugi hjá skipunum at fáa part av kvotuni, sigur hann. Í løtuni fiska Gadus og Sjúrðarberg hjá Hanusi Hansen, Enniberg hjá Mortani Johannesen og Akraberg hjá Annfinni Olsen kvotuna av botnfiski í Barentshavinum. Tað dámar ikki øllum, at partur av kvotuni verður boðin út á uppboði. Hanus Hansen, stjóri í JFK og reiðari á Gadus og Sjúrðabergi er ikki fegin um lógina. Løgtingið samtykti við triðju viðgerð mikudagin uppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, um royndaruppboðssølu. Landsstýrismaðurin hevur við lógini fingið heimild at selja 9.000 tons av makreli, 4.000 tons av norðhavssild, 20.000 tons av svartkjafti og 3.000 tons av botnfiski í Barentshavinum á uppboði. Í Nálareyganum royna seg trý spildurnýggj løg, Won t Give Up við Svavarsdóttir, Nærri at tær við Steso, og Your Man við Una Debess. Misálitið fellur helst, tí samgongan hevur stóran meiriluta í tinginum, sigur Friðrik Indriðason, ið hevur starvast sum tíðindamaður í íslendskum miðlum í meira enn 30 ár, og sum nú er fríyrkistíðindamaður. Stjórnin lovar val í heyst, men Friðrik Indriðason heldur, at íslendska fólkið fer at trýsta stjórnina frá, áðrenn val verður útskrivað. Stjórnin hevur oyðilagt umdømi Íslands, og fólkið heldur, at hon eigur at fara frá sum skjótast, sigur hann. Tað sigur stjórin í danska Fíggjareftirlitinum, Jesper Berg, sambært finans.dk , ið endurgevur heimasíðuna hjá danska FinansWatch. Vit hava avgjørt at fara upp í málið í framhaldi av boðunum, vit sendu út mánadagin, sigur Jesper Berg, stjóri í danska Fíggjareftirlitinum. Tað er ikki bara í Danmark, at Fíggjareftirlitið hevur gjørt av at gera kanningar í sonevnda panamamálinum, sum er komið undan kavi seinastu dagarnar. Samstarvsfelagar í Noregi og Svøríki siga, at teir vilja samstarva við danir fyri at finna fram til fólk, ið hava svikað og fjalt pening fyri skattamyndugleikunum. Tað var sunnudagin, at fjølmiðlar avdúkaðu, at ein advokatfyritøka í Miðamerika hevur hjálpt múgvandi fólki at fjala pening fyri skattamyndugleikunum um allan heimin. Tórður Mikkelsen var við og gjørdi sendingina Við Tórði á sjómannatúri í Íslandi , og her eru nakrar myndir í sambandi við sendingina. Sendingin varð send fyrstu ferð tann 4. apríl 2016 og endur send tann 25. juni 2018. TRÝST Á MYNDINA OG HON GERST STØRRI Leki hevur havt við sær, at 1.400 litrar av gassolju eru farnir úr einum oljutanga í miðbýnum í Havn, og tað hevur álvarsligar avleiðingar fyri alt grannalagið. Eysturskúlin raðfestir heldur øðrvísi enn aðrir skúlar, tí har fáa allir næmingar frá 4. til 10. flokk undirvísing um íverkseting. Eitt svensk filmslið er í Føroyum í løtuni og tekur upp eina nýggja sjónvarpsrøð. Samstarv er millum sviar og føroyingar um sjónvarpsrøðina Gabriel Klint . Helvtin av tí nýggi húsarhaldsskúlin kostar, skal landið rinda. Men er tað skilagott i 2016, at brúka pengar uppá ein skúla, har gentur læra at halda hús, spurdu vit Rigmor Dam. Hetta er bara ein politisk staðfesting av einum fakligum tilmæli, sum hevur verið galdandi leingi, sigur Sirið Stenberg landsstýriskvinna í heilsumálum. í akuttum støðum skal Suðuroyar sjúkrahús vera til taks sum kirugiskt føðistað. Tað vil siga ikki sum vanlig skurðstova, men sum akut tilbúgving í neyðstøðum. Sjúkrahússtjórarnir fáa ábyrgd av, at tað verður framleitt skrivligt tilfar til barnakonur í Suðuroy, har tað verður tilmælt, at tær eiga á Landssjúkrahúsinum. Ætlanin var, at løgtingið skuldi flyta av Gamla apoteki, har flokkarnir hava skrivstovur, í Eik bygningin í summar, men tað verður av ongum, sigur Páll á Reynatúgvu. Keypið er tó ikki slept, sigur løgtingsformaðurin. Hann væntar tó, at tað í fyrsta lagi verður einaferð í heyst, at løgtingið flytir av Gamla Apoteki í Eeik. Beint fyri jól í fjør samtykti løgtingið at keypa Eik bygningin fyri 26 milliónir krónur og selja Gamla apotek fyri sjey milliónir krónur. Tingfólk úr øllum flokkum, teirra millum øll í formansskapinum, og Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna, løgdu fram uppskot um eykajáttanarlóg, sum fekk 27 atkvøður. Tríggjar atkvøður vóru ímóti uppskotinum. Eik ætlar at savna øll síni starvsfólk við høvuðssæti úti við Strond, men um og útbyggingar hava seinkað teirri ætlanini. Eitt nú verður bíðað eftir neyðugum byggiloyvum. Fundur er í dag millum føroyskar familjur, sum hava staðið á bíðilista til at ættleiða børn úr Etiopia, og danska ættleiðingarfelagið DIA. Danska stjórnin tók herfyri avgerðina, at tað ikki skuldi bera til at ættleiða úr Etiopia longur. Hendan avgerðin var tikin, eftir at nakrar óhepnar søgur vóru komnar fram í fjølmiðlunum, um børn, sum danskar familjur høvdu ættleitt úr Etiopia. Søgurnar gjørdu, at danska stjórnin avgjørdi, at tað ikki skuldi bera til at ættleiða úr Etiopia longur. Hendan avgerðin kann hava stóran týdning fyri fleiri føroyskar familjur, sum standa á bíðilista til at ættleiða børn, júst úr Etiopia. Ein orsøk til, at fleiri hava skrivað seg upp á listan til at ættleiða júst úr Etiopia er, at bíðitíðin til at ættleiða haðani hevur verið tann stytsta samanborið við onnur lond. Tað hevur verið sagt, at tað tekur umleið tvey ár, frá tí at tú skrivar teg upp á bíðilistan til at ættleiða úr Etiopia, til tú fært barnið. Um tú stendur á bíðilistum til at ættleiða úr øðrum londum, kann bíðitíðin vera munandi longur. Men nú tað ikki er møguligt at ættleiða úr Etiopia longur, er vandi fyri, at føroysku familjurnar hava bíða til fánýtis. Tú rindar eisini fitt av peningi fyri at standa á einum bíðilista til at ættleiða, og vandi er fyri, at familjurnar eisini hava rindað uttan at fáa nakað afturfyri. Allar hesar óvissurnar verða umrøddar á einum fundi á Hotel Føroyum í dag. Umboð fyri danska ættleiðingarfelagið DIA eru komin til Føroya, og hava kallað sjey føroyskar familjur á fund at greiða frá, hvat avgerðin hjá donsku stjórnini hevur at siga fyri føroysku familjurnar. Nýval verður ikki í Íslandi. Tað er greitt, eftir at atkvøðugreiðsla í íslendska Altinginum um misálit á sitandi stjórn vísti, at 38 av teimum 63 alttingslimunum søgdu seg stuðla stjórnini, meðan 25 søgdu seg ikki stuðla stjórnini. Orðaskiftið í gjár vardi í fleiri tímar, men tað endaði sum tey flestu roknaðu við, tí undirtøka var ikki fyri misálitisuppskotinum frá andstøðuni. Tað eru nógv umrøddu Panamaskjølini við avdúkingunum um skattaskjól, sum eru orsøkin til, at Sigmundur David Gunnlaugsson mátti leggja frá sær sum forsætisráðharri. Nýggjur forsætisráðharri er Sigurdur Ingi Johannsson. Hann segði í gjár, at tað hevði verið ábyrgdarleyst at útskrivað val júst nú. Nýtt Sjálvsstýrið legði herfyri uppskot til samtyktar, ið snúði seg um at geva kommunum heimild at veita stuðul til foreldur, ið velja vera heimagangandi. Úr hesum birtist nógv kjak. Nøkur vilja vera við, at um hetta uppskotið verður samtykt, fer tað at reka kvinnurnar av arbeiðsmarknaðinum. Orsøkin er, at kvinnurnar í samlaðu myndini tjena væl minni enn menninir, og tískil verður tað meira praktiskt, at kvinnan átekur sær henda leiklut. Formaðurin í Pedagogfelagnum hevur eisini rópt varskó, tí hann heldur, at tær familjur, ið fara at taka av hesum tilboðum, eru familjur, ið ikki eru so væl fyri sosialt og fíggjarliga. Hann heldur, at børn júst av hesum foreldrum hava gott av at koma á stovn. Tó hava tað verið nógvar røddir úti og sagt, at uppskotið gevur familjum meira frælsi, tí tey meina, at í dag hevur mann stórt sæð einki val, tá tað snýr seg um at koyra børn síni á stovn. Í dag er næstan neyðugt við tveimum inntøkum, og harafturat verður eftirlønin eisini ein trupulleiki. Tískil kann hetta uppskot geva rúmd fyri teimum, ið ikki ynskja at koyra børn síni á stovn, vilja nøkur vera við. Elsa Berg úr Unga Tjóðveldið, Rói Dam Dalsgarð úr Sosialistisk Ung, Tummas Jóhan Larsen úr HUXA, Birgit úr Ungt Sjálvstýri og Bjarni Rasmussen úr Framsøkin Ung kjakast um hetta Hetta er tíðin, tá fyrstu lombini koma undan. Jens Ivan í Gerðinum, landbúnaðarráðgevi á Búnaðarstovuni, sigur, at tey hava vigað seyð, og ærnar eru munandi betri fyri í ár enn í fjør. Veðrið hevur verið betri, og tað sæst eisini aftur á seyðinum. Átta føroyskar familjur er hart raktar av avgerðini hjá danska innlendismálaráðharranum, Karen Elleman, um at ættleiðingar úr Etiopia skula steðga. Føroysku familjurnar hava staðið á bíðilista í fleiri ár, og brúkt nógvan pening fyri at sleppa at ættleiða úr Etiopia. Men nú er líkt til, at tær mugu sleppa ætlanunum um at ættleiða, ella at tær vera settar aftast á bíðilistan til at ættleiða úr einum øðrum landi. Í dag var fundur fyri familjunum, har umboð fyri danska ættleiðingarfelagið DIA kunnaði familjurnar um, hvørjar møguleikar familjurnar nú høvdu. Bretski forsætisráðharrin, David Cameron, hevur verið undir stórum trýsti seinastu dagarnar, síðani Panama skjølini um skattaskjól komu undan kavi. David Camerom hevði partabrøv í einum felag í skattaskjóli, sum pápi hansara átti. Hetta felagið hevði høvuðssæti í Bahamaoyggjunum. Men Cameron seldi partabrøvini fyri umleið 30.000 pund í 2010, áðrenn hann gjørdist forsætisráðharri. Tað er umleið 300.000 krónur í okkara pengum, og skattur varð goldin av vinninginum. Sanders er í einum góðum stima í løtuni og hevur vunnið undanvalini í fleiri statum síðstu vikuna. Í gjárkvøldið varð greitt, at Bernie Sanders hevur vunnið undanvalið í statinum Wyoming. Hóast Wyoming er ein lítil statur, sum gevur fáar valmenn, so meta eygleiðarar, at sigurin kann hava týdning fyri komandi undanval í statinum New York, sum verður 19. apríl. Hillary Clinton er framvegis klárt á odda í kappingini um at gerast forsetavalevni hjá Demokratunum í USA. Hon hevur 1274 valmenn, meðan Bernie Sanders hevur 1025. Neyðugt er við 2383 valmonnum fyri at gerast forsetavalevni hjá Demokratunum. Løgreglan í Oslo er nú biðin um at kanna, um samband er millum eldin umborð á ferjuni Scandinavian Star og fleiri onnur óhapp og eld umborð á ferjum hjá somu eigarum. Ein serlig kanningarnevnd hevur gjørt eitt yvirlit yvir allar tilburðir við skipum hjá feløgum, sum felagið, sum átti Scandinavian Star, arbeiddi við í áttatiárunum og nakað inn í nítiárini. Alment hevði felagið SeaEscape selt skipið Scandinavien Star bara eina viku, áðrenn eldur kom í skipið. Men í skipaskránni í Bahamaoyggjunum stóð felagið framvegis sum eigari, og amerikanska felagið fekk tí útgoldið tryggingarpengarnar, til samans 14 milliónir dollarar. Fyrrverandi kanningarleiðarin í sambandi við eldsbrunan á Scandinavian Star, Flemming Thue Jensen, segði herfyri, at onkur av manningini má hava sett eld á ferjuni. Sambært ársfrágreiðingini hjá fyritøkuni, sum varð løgd fram á aðalfundinum fríggjadagin, verður útboðið av laksi úr Atlantshavinum millum fimm og sjey prosent minni í ár samanborið við í fjør. Víðari staðfestir felagið, at framleiðsluorkan er um at verða fullnýtt, og størri vøkstur krevur stórar íløgur. Bakkafrost er nógv tann størsta alifyritøkan í Føroyum. Sambært ársfrágreiðingini fyri 2015 var samlaða framleiðslan í fjør 50.565 tons í kruvdari vekt. Tað eru góð 6.000 tons meira enn árið fyri. Bakkafrost eigur 50 prosent av øllum loyvum í Føroyum, sum í løtuni umboða 77 prosent av samlaðu tøkuni, sum var 66.090 tons í kruvdari vekt í 2015. Harumframt eigur Bakkafrost 49 prosent í alifyritøkuni Faroe Farming, sum eigur trý loyvir og hevði eina samlaða framleiðslu upp á 4.681 tons í kruvdari vekt í 2015. Samlaðu ognirnar hjá Bakkafrost samtakinum við ársenda í 2015 eru sambært ársfrágreiðingini virðismettar til góðar 3,9 milliardir krónur. Tað eru slakar 500 milliónir meira enn um árslok 2014. Árið í fjør var metár hjá Bakkafrost. Umsetningurin hjá felagnum var tvær milliardir og 850 milliónir krónur, stívliga 200 milliónir meira enn árið fyri. Úrslitið eftir skatt var 810 milliónir krónur. Aðalfundurin avgjørdi at gjalda sínum eigarum 403 milliónir krónur í vinningsbýti. Sambært eini greining hjá norsku fyritøkuni Kontali analyse er Bakkafrost tíggjunda størsta alifyritøka í heiminum. Størsta alifyritøka er norska Marine Harvest, sum eisini hevur eitt dótturfelag í Føroyum. Bakkafrost roknar við at spara millum 70 og 90 milliónir krónur í rakstrinum um árið, tá nýggja kryvji og góðskingarvirkið á Glyvrum verður liðugt og tikið í nýtslu. Íløgan í nýggja virkið á Glyvrum verður liðug í ár. Fyrst byrjar kryvjivirksemið, og í heyst verður farið undir virðisøkingina á nýggja virkinum. Í ársfrágreiðingini sigur felagið seg rokna við nakað av útreiðslum fyrstu tíðina, men sparingin skal síggjast aftur longu næsta ár. Bakkafrost roknar við, at íløgan fer at hava stórar sparingar við sær í rakstrinum. Felagið roknar við at spara millum 70 og 90 milliónir um árið longu frá næsta ár at rokna. Tá nýggja virkið á Glyvrum verður tikið í nýtslu, lata verandi kryvjivirki hjá felagnum aftur. Nýggja virkið er 4.000 fermetrar til støddar og kann virka 30 tons av skræðu og beinfríum 125 gramm vakuumpakkaðum portiónum um dagin. Tá verður roknað við, at arbeitt verður í tveimum vaktum. Íløgan í nýggja kryvji og góðskingarvirkið á Glyvrum er týðandi partur av stóru milliarda íløguætlanini hjá felagnum, sum hevur verið dagførd síðstu árini. Sambært seinastu fráboðan ætlaði felagið at gera íløgur fyri stívliga 1,4 milliardir krónur frá 2014 til 2017. Harumframt ger felagið stórar íløgur í smoltstøðir fyri at kunna ala fleiri og størri smolt enn higartil. Bakkafrost hevur sett sær sum mál at vera sjálvbjargið við smolti, sum hevur eina stødd millum 200 og 300 gramm, innan árslok næsta ár. Fyrimunirnir eru styttri framleiðslutíð og minni lívfrøðiligur váði. Víðkanin av smoltstøðini á Viðareiði, sum farið varð undir í fjør, er um at vera liðug, og íløgan í eina nýggja smoltstøð Norðuri á Strond í Klaksvík er um at fara í gongd. Sambært ákæranum varð ætlanin hjá yvirgangsmonnunum broytt, tí kanningararbeiðið hjá løgregluni í Paris gekk so skjótt, at avgjørt varð at skunda undir yvirgangsálopið og flyta tað til belgiska høvuðsstaðin í staðin. Har vórðu 16 fólk dripin á flogvøllinum Zaventem, og løtu seinni vórðu 16 fólk dripin á metrostøðini Maelbeek. Í gjár vóru seks menn tiknir í Brússel. Ein teirra er eftirlýsti Mohamed Abrini, sum er vorðin kendur sum maðurin við hattinum eftir, at myndir av honum frá einum vakmyndatóli vórðu vístar fyri almenninginum beinavegin eftir álopini í Brússel. Tað er komið fram, at Mohamed Abrini í mong ár hevur verið vinmaður brøðurnar Salah og Brahim Abdeslam, sum eru undir illgruna at hava skipað fyri álopunum í Paris. Hann var eisini vinmaður aðrar menn, sum vóru við í yvirganginum í franska høvuðsstaðum. Umframt vinarsambondini eru onnur prógv fyri, at Mohamed Abrini hevur havt ein lut í álopunum í Paris og Brússel. Fingramerkini og DNA hjá honum eru funnin í einum bili, sum varð brúktur í álopinum í París, og góð prógv eru eisini funnin í eini íbúð í Brússel, sum varð rannsakað eftir yvirgangin á flogvøllinum. Ein annar maður, sum eisini varð tikin í gjár, er svenskur ríkisborgari, nevndur Osama K . Hann var við at fremja yvirgangsálopið á metrostøðini Maalbeek í Brússel. Hildið verður, at Osama K er maðurin, sum keypti taskurnar, sum bumburnar lógu í. Mossack Fonseca hevur gjørt sær tað til sergrein at stovna feløg fyri viðskiftafólk, sum vilja hava frið fyri almenna áhuganum, men hesi skuffufeløg verða nógv brúkt til at sleppa sær undan skatti. Í dag kunnger bretska blaðið The Sunday Times heili 37.000 nøvn á feløgum, sum Mossack Fonseca hevur stovnað fyri síni viðskiftafólk. Síðan stóru avdúkingina síðsta sunnudag hevur eitt nú bretski forsætisráðharrin verið í trongum skóm. David Camerom hevði partabrøv í einum felagi í skattaskjóli, sum pápi hansara átti. Hetta felagið hevði høvuðssæti í Bahamaoyggjunum. Men Cameron seldi partabrøvini fyri umleið 30.000 pund 300.000 krónur í 2010, áðrenn hann gjørdist forsætisráðharri, og skattur varð goldin av vinninginum. Í Íslandi noyddist Sigmundur Davíð Gunnlaugsson at leggja frá sær sum forsætisráðharri í kjalarvørrinum á avdúkingum um hansara samband við felag í skattaskjóli. Samanlagt eru higartil okkurt um 140 stjórnarleiðarar og leiðandi politikarar úr fleiri enn 50 londum settir í samband við feløg í skattaskjóli, umframt vinnulívsfólk, ítróttarfólk og onnur. Nú kemur so ein listi við teimum 37.000 nøvnunum aftrat á feløgum, sum Mossack Fonseca hevur stovnað. Í fyrstu atløgu eru tað haldararnir hjá The Sunday Times, sum sleppa framat listanum. Tað boðar keypsamtøkan frá í tíðindaskrivi, nú roknskapurin fyri 2015 er liðugur. Samlaða nettosølan hjá Føroya Keypsamtøku øktist sløk níggju prosent í fjør. Úrslitið var 6,6 milliónir krónur í yvirskoti. Føroya Keypssamtøka er millum størstu limafelagsskapir í Føroyum, og keypsamtøkan hevur átta handlar kring landið. Grønlendska landsstýrið fer eisini at leggja avgjøld á orkudryggir og innfluttar drekkivørur. Tað skrivar grønlendska blaðið, Sermitsiaq . Uppskotið um at broyta skattingina av privatum pensjónum, fer at gagna grønlendska landskassanum, treytað av, at privatu pensjónsinngjøldini verða tey somu sum nú. Hetta skal broytast, soleiðis at pensjónsinngjaldið kemur okkara landi til góðar og ikki útlondum, sigur Kim Kielsen, landsstýrisformaður, í tíðargreinini. Turkaland, sum hevur verið rakt av yvirgangsálopum og bumbum, er ikki so nógv eftirspurt longur sum frítíðarmál við sól og strond sambært spurnarkanning. Kanningin, ið Sifo hevur gjørt fyri svenska kringvarpið, SVT, vísir, at fjórði hvør svii hevur av ótta fyri yvirgangi broytt ætlan um, hvagar hann ferðast. Svenskar ferðaskrivstovur siga, at tær merkja tað eisini. Eftir yvirgagnsálopini í Paris í november vórðu nógvar avlýsingar, og í nakrar vikur vóru so at siga ongar ferðir seldar hagar. Men talið av ferðum til Paris er komið aftur í vanligu leguna, so sviar gloyma skjótt, sigur Magdalena Øhrn, kunningarleiðari hjá ferðaskrivstovuni Ving, við SVT. Men ikki øll ferðamál eru komin í vanligu leguna aftur. Tað hevur verið torført hjá Egyptalandi at lokka sviar hagar síðani arabiska várið. Eftirspurningur at fara til Turkalands er eisini minkaður. Kanningin vísir eisini, at annar hvør av teimum, sum siga seg stúra fyri yvirgangi, hevur broytt ætlanirnar um, hvar summarferian skal haldast, skrivar SVT. Í Sifo kanningini siga 40 prosent, at tey stúra fyri, at yvirgangaálop verða framd í Svøríki. 10 prosent siga, at tey eru sera stúrin. Jatsenjuk boðaði frá avgerð síni sunnudagin, og hann fer at handa umbøn sína um at verða loystur úr sessinum í morgin. Politiskur ruðuleiki hevur valdað í fleiri mánaðir í Ukraina. Millum annað eru nýskipanirnar, sum Vesturheimurin hevur tikið undir við, seinkaðar, og sostatt eisini fleiri milliardir dollarar í útgjaldi frá altjóða gjaldoyragrunninum, IMF. Jatsenjuk hevur verið forsætisráðharri síðan februar 2014, tá Viktor Janukovich varð koyrdur frá. Volodmir Groysman, tingformaður í ukrainska tinginum, er í uppskoti at taka við sum forsætisráðharri. Hvørt ár plaga til samans 5000 ungfólk at hittast á leguni. Hetta er ein lega fyri tey 13 17 ára gomlu úr øllum heiminum, og ikki færri enn eini 400 ungfólk fara á leguna í ár. Símun Jóanesarson Hansen er ein av samskiparunum í Føroyum, og sambært honum er tað ein stór avbjóðing at fara uttanlands við so nógvum tannáringum. Vit hava einar 50 leiðarar við okkum úr Føroyum, og vit skulu hava rætiliga nógvar upplýsingar frá teimum ungu longu, tá tey melda seg til leguna.Vit hava jú ábyrgd av teimum í eina heila viku, meðan legan er, og tí er neyðugt, at vit hava nógvar upplýsingar um tey, sigur Símun Jóanesarson Hansen. Í morgunsendingini fortaldi hann um Teen Street, hvørji tey ungu eru, sum fara úr Føroyum, og hvat endamálið er við eini slíkari legu. Í morgunsendingini hugleiddi Sonne Smith um føroyska málið, hvørji orð, vit hava tikið til okkara, og hví ávís orð ongantíð blíva brúkt. Yvirhøvur kunnu fleirtjóða fyritøkur vinna pening í ymsum londum, har skattareglurnar loyva tí, sigur Sara Jespersen, ráðgevi hjá IBIS , sum er limur í NGO Oxfam. 51 av teimum til samans 68 fyritøkunum, Heimsbankin lænti pening í 2015, eru sunnan fyri Sahara, avdúkar nýggja greiningin, sum Information endurgevur. Eitt av londunum, sum serliga gongur aftur í greiningini hjá NGO Oxfam, er Móritius. Har hava fleiri av feløgunum, ið vórðu kannað, sítt virksemi. Tað er serliga umráðandi, at afrikansku londini sunnan fyri Sahara fáa inntøkur gjøgnum skattin, sigur Sara Jespersen, ráðgevi hjá IBIS, sambært Information. Hevur tú brúkt tað sum umbering, at tú ikki hevur tíð at íðka ítrótt ella røra teg fyri at bøta um heilsuna, so verður tú noyddur at finna eina aðra umbering. Fimm minuttir tríggjar ferðir um vikuna er nóg mikið til at bøta um heilsuna hjá tær. Tað er niðurstøðan í nýggjari heilsukanning, sum er gjørd í Danmark, skrivar jp.dk Tølini vísa, at bara fimm minuttir við harðari venjing er nóg mikið til at bøta munandi um heilsuna, sigur Steen Larsen, lækni, ið er ein av teimum, sum gjørdi kanningarnar. Sjálvt hjá fólki, ið ikki eru so væl fyri kropsliga, kunnu fimm minuttir við harðari venjing tríggjar ferðir um vikuna muna væl, sigur Henrik Duer, ítróttarfysiologur. Í kanningini brúktu fólk til samans 15 minuttir umframt hørðu venjingina. Tey hitaðu væl upp, og góvu sær eisini stundir tá tey vóru liðug við venjingina. Fólkini, sum vóru við í kanningini, vandu hart í fimm minuttir. Tað skuldu sjálvt fólk, ið hava nógv um at vera, havt tíð til, heldur Steen Larsen, lækni. Tað sigur Finn Jensen, roknskaparkønur og útbúgvingarleiðari á Glasi, nú tað er komið undan kavi, at fólk í túsundatali kring allan heim hava pening í skattaskjóli. Ymiskt er eisini hvussu nógv kemur undan, sigur Peter Haahr, fyrrverandi stjórið á Búnaðarstovuni. Royndirnar í fjørð vístu ymisku seteplasløgini geva frá 11 til 20 fold. Morgunsendingin hevur tosað við Peter Haahr Linda Olsen hevur havt ein heldur turbulentan barndóm, og sum tannáringur byrjaði hon eina alkoholmisnýtslu, ið stýrdi øllum lívinum. Sjálvt ikki tá hon gjørdist við barn sum 24 ára gomul, vildi hon broyta lívsstíl. Men eftir at hava livað í nógv nógv ár við alkoholmisnýtslu og einum ógvuliga turbulentum gerandisdegi tók Linda fyri 17 árum síðani eina avgerð. Hon fór í viðgerð fyri alkoholmisnýtsluna. Tá broyttist alt. Tá var eg komin so langt út, at eg orkaði ikki meir. Orkaði ikki at arbeiða, fáa mær eina útbúgving og ei heldur at vera mamma, sigur Linda Olsen. 88 atkvøddu fyri og 32 atkvøddu ímóti. Við samtyktini í dag endar eitt stríð í norsku fólkakirkjuni, sum hevur vart í 20 ár. Hóast samtyktina á kirkjufundinum í dag, kunnu prestar bera seg undan at víga samkynd. Kortini skal tað bera til hjá samkyndum at giftast í kirkju, sama hvat presturin heldur, men hvussu skipanin um kirkjuvígslu skal setast í verk, er ikki greitt enn, skrivar norska kringvarpið, NRK. Støðan hjá ovasta myndugleikanum í norsku kirkjuni er nógv broytt seinastu tvey árini. Í 2014 var ein meiriluti av kirkjufundinum ímóti, at samkynd kundu vígast í kirkju. Men síðani hevur ein meiriluti av biskupunum í Noregi tikið undir við, at samkynd og transpersónar kunnu vígast í kirkju. Mótstøðan í 2014 hevði við sær, at felagsskapurin Opin kirkja gjørdi egnan valevnislista til kirkjuráðsvalið í heyst. Noreg gjørdist í 1993 annað landið eftir Danmark í øllum heiminum, sum loyvdi skrásettum parlagi millum fólk av sama kyni. Síðani 2009 hevur borið til hjá samkyndum í Noregi at verið vígd borgarliga. Fox News spurdi forsetan um góð og minni góð úrslit, og Barack Obama svaraði tá, at hóast inntrivið í Libya var rætt at gera , so var USA ikki fyrireikað til ófriðin, ið kom aftaná. Men at Gadhaffi varð dripin, elvdi til ruðuleiki í Libya, tá tvær hernaðarligar rørslur tóku ræðið og tvey parlament og tvær stjórnir vórðu stovnaðar, sum stríðast hvør móti øðrum. Jákup Jensen, sum er uppvaksin í Valinum, sigur frá ymsum viðurskiftum og ymsum søgum úr Valinum. Hann sigur, at hann hoyrir til tann lagnufelagsskapin, ikki at eiga nakað, tí tey í Valinum áttu onga jørð og tí var einki klandur um jørð her. Tætt hevur verið millum húsini og gott samanhald var millum fólkið. Úr barnaheiminum ovast í Valinum, sær Johan Petur Olgarsson oman yvir allan Valin, har hann hevur traðkað sínar barnaskógvar. Í hansara uppvøkstri vóru nógvir óvitar í Valinum, og øll spældu saman. Barnaheimið hjá Elisabeth Pearce, har hon býr í dag, hevur allar dagar verið ein miðstøð í Valinum. Hon minnist, at at tað plagdi at vera nógv lív í, tá fundir vóru í Fylking, sum er beint yvir av hennara barnaheimi. Elisabeth sigur, at hon hevur bara góð minnir úr Valinum. Katrin Groth Mortensen sigur, at fólkalívið í Valinum var so ríkt og fjølbroytt og fólk hjálptu væl hvørjum øðrum. Familjurnar vóru barnaríkar og nógvir útlendskir fiskimenn vóru dagligir gestir í býlinginum, serliga skotar og norðmenn. Pade Thomsen, ið er einnevndur í norðurlondum, koyrir døgurða frá Suðuroyar Sjúkrahúsi út til tey, ið ikki sjálv eru før fyri at gera sær døgurða. Hann er errin av at vera úr Valinum. Edmund Kjærbech, sum eigur Hotel Tvøroyri, hevur spílað seg út við einari nýggjari barr og einum pizzaria, ið er væl vitjað. Edmund sigur, at fleiri og fleiri føroyingar ferðast í Suðuroynni. Groth Larsen, sum nú er 92 ára gamal, hevði í mong ár radioservice og umvældi elektriskar lutir. Hann ferðaðist um alla oynna og hann sigur, at skipini høvdu altíð skund, tá hann varð boðsendur, so hann arbeiddi altíð undir trýsti. Groth og konan Asta fáa døgurða frá sjúkrahúsinum bornan til dyrnar, og tey eru væl nøgd við hann. Í dag eru fáar barnafamiljur í Valinum. Heidi og Bjarna Nygaard og tey bæði børnini búgva í einum eldri húsum mitt í Valinum. Tey halda, at tað er deiligt at búgva mitt í býnum, men í dag er kortini ikki serliga barnavinarligt mitt í Valinum, tí ein breiður vegur við nógvari og tungari ferðslu gongur beint ígjøgnum býlingin. Uppi í sjúkrahúsplantaguni hugna tey sær ofta um summarið. Jørgen Niclasen í Fólkaflokkinum spyr Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, um ætlanin er at broyta kunngerðina um eftirløn hjá fólki, sum arbeiða uttanlands, so norska Folketrygd og aðrar eftirlønarskipanir eisini verða góðkendar. Jørgen Niclasen sigur, at tá eftirlønarlógin varð samtykt, varð ein serskipan gjørd fyri tey, sum arbeiða uttanlands. Flestu teirra, serliga siglandi fólkið, eru í eini eftirlønarskipan. Men TAKS hevur bara góðkent eina ávísa danska eftirlønaruppsparing, og sjófólk, sum ikki spara saman hjá hesum veitara, eru kravd eftir dupultari eftirlønaruppsparing, sigur Jørgen Niclasen. Hetta er ikki rímiligt, og tí eigur kunngerðin at verða broytt, sigur hann. Tað er serliga løgið, at TAKS ikki vil góðkenna norsku Folketrygd. Meginparturin fer til eftirløn, sum verður útgoldin sum lívrenta, men har eru eisini aðrar tryggingar, eitt nú fyri sjúku og barnsburð. Jørgen Niclasen sigur, at tað ber ikki til, at TAKS ikki góðkennir hesa samansparing, tí hon er í fullum samsvari við lógina, sum júst krevur lívrentu. Summir dreingir eru ógvuliga buldrutir og hava ilt við at savna seg um undirvísingina. Hóast teir eru gávaðir og hava gott arbeiðslag, hava teir ilt við at fáa tað burtur úr siðbundnu undirvísingini, sum teir kundu, sigur Don Joensen, skúlastjóri í Skála skúla, við Skúlablaðið . Ætlanin er at hava dreingjaflokkin tvørtur um fleiri aldursstig. Undirvísingin skal vera øðrvísi og verður nógv uttandura og í náttúruni, har dentur verður lagdur á vísindaligu lærugreinarnar. Don Joensen sigur við Skúlablaðið, at tað er at taka ov rívan til, at skúlin er ikki fyri dreingir, men hjá summum dreingjum er skúlin, sum hann vanliga verður skipaður, ikki nóg væl egnaður. Nógvir dreingir klára seg væl í skúlanum, men summir fella uttanfyri, og leggja vit undirvísingina til rættis eftir hesum dreingjum, so verða aðrir næmingar við sviðusoð, sigur hann. Skúlin á Skála hevur fyrr arbeitt við málrættaðari undirvísing til dreingir við góðum úrsliti, men nú er ætlanin at fara eitt stig longri. Lógir loyvir okkum at skipa ein dreingjaflokk, men neyðugt er at fáa tímar, tí verandi tímajáttan er so tepur, sigur Don Joensen, skúlastjóri á Skála. Millum føroyskar familjur hevur Etiopia seinastu árini verið nógv tað best umtókta landið at ættleiða úr. Seinastu tíggju árini ættleiddu føroyskar familjur tilsamans 97 børn, 27 teirra eru úr Etiopia. At steðgur er komin í adoptiónina úr Etiopia hevur við sær, at fólk nú bíða uttan at vita, hvør støða teirra er. Tey vita til dømis ikki, um tey eru farin aftur um í bíðirøðini. Fleiri hava bíðað leingi og hava rindað pengar fyri arbeiðið, ið gjørt er. Kirkjufundur er í norsku fólkakirkjuni, og hann hevur júst samtykt, at kirkjan skal víga samkynd. Eingin kirkja kann nokta at hava vígslu fyri samkyndum, men prestar, sum ikki vilja víga samkynd, kunnu nokta. Avdúkingar í panamaskjølunum elvdu í seinastu viku til, at íslendski forsætisráðharrin mátti fara frá. Men eisini í øðrum londum krevja mótmælisfólk, at stjórnarleiðarar leggja frá sær. Landsstýriskvinnan í almannamálum er IKKI bilsin av úrslitinum í nýggju norðurlendsku kanningini, sum vísir, at ung í Føroyum mugu bíða longri eftir sálarligari hjálp enn ung í øðrum norðurlondum. Ein samd uttanlandsnevnd tekur undir við uppskotinum frá Poul Michelsen, landsstýrismanni í uttanríkis og vinnumálum, um fríhandilssáttmála millum Føroyar og Turkaland. Poul Michelsen sigur, at turkiski marknaðurin er áhugaverdur hjá føroyskum útflytarum. Serliga er áhugi fyri at útflyta uppsjóvarfisk og upsa. Eisini hevur alivinnan víst áhuga fyri at flyta út laks á turkiska marknaðin. Í 1992 varð fríhandilssáttmáli gjørdur millum EFTA og Turkaland, og hann hevur givið okkara kappingarneytum í Íslandi og Noregi kappingarfyrimun. Føroyskar vørur noyðast at gjalda millum 25 og 49 prosent í tolli á turkiska marknaðinum, sigur landsstýrismaðurin í uttanríkismálum. Turkaland og Føroyar skrivaðu undir fríhandilssáttmálan fyri jól í 2014, men løtuni er ógreitt, nær turkiskir myndugleikar fara at góðkenna sáttmálan. Bretska blaðið The Sunday Times hevur almannakunngjørt ein lista við 37.000 nøvnum, sum eru at finna í sokallaðu panamaskjølunum, sum avdúka persónar og fyritøkur, ið hava pening í skattaskjóli í Panama. TAKS í Føroyum hevur fingið hendur á listanum, men tað verður ein alt ov krevjandi uppgáva hjá TAKS at fara ígjøgnum øll nøvnini í skjølunum. TÍ fer TAKS at samstarva við SKAT í Danmark, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS. Orsøkin er, at Flogbóltssambandið hevur ikki ráð. Og tað hevur Mentanarnevndin hjá Løgtinginum eisini fingið at vita, fyrst munnliga og nú eisini skrivliga, frá Flogbóltssambandinum. Fyrr vóru pengar í fíggjarlógini markaðir til altjóða kappingar hjá ítróttinum. Men so er ikki í ár. Puljan er ikki longur í fíggjarlógini. Flogbóltssambandið hevði væntað sær minst 200.000 krónur úr puljuni í ár. Svimjisambandið og Hondbóltssambandið hava eisini gjørt Mentanarnevndina varuga við sína misnøgd, nú puljan til altjóða kappingar er strikað í fíggjarlógini. Flogbóltssambandið vísir á, at sambært býtislyklinum hjá ÍSF fáa eisini tey sambond, sum lítið ella einki altjóða virksemi hava, pengar til slíkt virksemi. Tá verður minni eftir til sambondini, sum eitt nú skipa fyri altjóða kappingum í Føroyum. Henda broytta og óvæntaða fíggjarliga støða, nú annars kærkoma altjóða puljan er tikin av, hevur havt ta avleiðing, at Flogbóltssamband Føroya hevur boðað starvsnevndini hjá ÍSF frá, at vit síggja tað ikki møguligt fíggjarliga at vera við í Oyggjaleikunum 2017. Mentanarnevndin viðger eitt uppskot frá Fólkaflokkinum um at fáa puljuna til altjóða luttøku hjá ítróttinum aftur í fíggjarlógina. Tað er at marka 1,2 milliónir krónur til altjóða kappingar. Nú gølan um Panama pappírini herjar um allan heim og spurningar verða settir um skattaskjól, hava vit leitað í savninum. Tí her á landi hava ætlanir fleiri ferðir verið um at gera Føroyar til eitt lág skatta land. Íslendska kvotan er tí 16,5 prosent av heildarkvotuni í ár. Ísland er ikki við í makrelsemjuni, sum ES, Noreg og Føroyar gjørdu i 2014. Íslendski Framsóknarflokkurin hevur sett búskaparfrøðingin, Lilju Alfreðsdóttur, sum uttanríkisráðharra, nú Gunnar Bragi Sveinsson, sum var uttanríkisráðharri, gjørdist fiskivinnu og landbúnaðaráðharri, tá Sigurður Ingi Jóhansson bleiv forsætisráðharri. Lilja Alfreðsdóttir, sum er 42 ára gomul, las altjóða búskaparfrøði í Washington og samfelagsfrøði í Reykjavík. Lilja Alfreðsdóttir hevur arbeitt í íslendska tjóðbankanum síðani 2001. Hon var ráðgevi hjá Altjóða gjaldoyragrunninum frá 2010 til 2013, og í 2014 og 2015 var hon í íslendska forsætismálaráðnum, har hon gjørdi eina verkætlan. Stendur tað til lærararnar í Skála skúla, so skal hetta blíva veruleiki. Í februar mánaði í ár sendi skúlin eina umsókn til Mentamálaráðið, har biðið verður um loyvi at gera ein serflokk bara ætlaður dreingjum. Vit uppliva, at summir dreingir hava torført við at fóta sær í skúlanum og fáa nakað veruligt burtur úr undirvísingini, soleiðis sum hon vanliga verður skipað. Vit halda, at við at hava ein dreingjaflokk kunnu vit lofta hesum dreingjunum og harvið syrgja fyri, at teir veruliga læra nakað, sigur Don E. Joensen, sum er fyrstilærari í Skála skúla. Okkara royndir eru, at summir dreingir hava torført við at læra, tá teir skulu sita í eini skúlastovu og hyggja í eina bók. Við dreingjflokkinum hugsa vit, at mann í størri mun brúkar náttúruna í undirvísingini, soleiðis at dreingirnir hava nakað ítøkiligt at fyrihalda seg til í undirvísingini, sigur Don E. Joensen. Sjálvur heldur hann, at skúlaskipanin og samfelagið sum heild er ov stirvið, og at lærarar eru ov fastlæstir í teimum kørmunum teir arbeiða í. Eg haldi, at vit eiga at gera eina roynd við at hava ein slíkan dreingjaflokk, tí so hava vit um ikki annað nakað at samanbera við, sigur fyrstilærarin. Ætlaninar hjá skúlanum hava av álvara skapt kjak millum manna, tí fólk eru ymisk á máli um, hvørt tað er eitt gott ella vánaligt hugskot at býta gentur og dreingir upp á henda hátt. Tað bleiv ein heilt onnur atmosfera í skúlastovuni, tá bara dreingir sótu har, og teir tóku væl ímóti undirvísingini, sigur Høgni Hansen, lærari. Prísurin fyri einvegis ferðaseðil er nú 699 krónur, og príslækkingar eru gjørdar fyri tilsamans 17 milliónir krónur, sigur Atlantsflog, sum hevði aðalfund í gjár. Nýggja skipanin kemur í gildi 1. september, men síðani 1. mars hevur borið til at bílagt ferðaseðil fyri lækkaða prísin. Umframt vanligu ruturnar fer Atlantsflog í summar eisini at flúgva beinleiðis til Kreta, Barcelona og Mallorca. Haraftrat verður flogið beinleiðis til Kanarisku oyggjarnar, sum er nýtt ferðamál, í desember og januar. Í háárstíð eru 40 fráferðir úr Føroyum um vikuna og 20 ferðir um vikuna í lágárstíð. Hetta er nøkulunda tað sama sum hendur í okkara grannalondum. Ein svensk kanning, ið Sifo hevur gjørt fyri svenska kringvarpið, SVT, vísir, at fjórði hvør svii hevur, av ótta fyri yvirgangi, broytt ætlan um, hvagar hann ferðast. Tað hevði verið stuttligt at farið uttanlands og roynt seg, men í fyrstu atløgu er lesnaðurin tað týdningarmesta, sigur Sofía Purkhús. Tað sigur Kári Thorsteinsson, formaður í Ráðnum fyri ferðslutrygd, sum hevur havt aðalfund. Hann eftirlýsir meiri pening til Ferðslutrygd. Ráðið fyri Ferðslutrygd vil eisini hava eina skaðanevnd, sum kann lýsa, hví vanlukkur henda í ferðsluni. Tað kann fáa stórar fíggjarligar avleiðingar fyri tann, sum hevur elvt til skaða orsakað av leka í oljutanganum. Tryggingarfeløgini vilja sleppa undan kravinum at taka við oljulekum, tí talan er ikki um skaða, men viðlíkahald, siga tey. Heðin Mortensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur sett Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í umhvørvismálum, ein fyrispurning um málið. Bara einaferð fyrr eru lønargjaldingarnar farnar upp tvær milliardir, og tað var seinasta ársfjórðing í fjør. Fyrsta ársfjórðing í ár vórðu goldnar tvær milliardir og 124 milliónir í lønum. Tað eru 29 milliónir fleiri enn seinasta ársfjórðing í fjør. Seinasta árið eru goldnar 176 milliónir fleiri í lønum. Vøksturin er níggju prosent, skrivar Hagstovan á heimasíðuni. Tá fíggjarkreppan rakti í 2008, minkaðu lønirnar, og ikki fyrr enn á heysti 2012 varð afturgongdin vunnin innaftur. Síðan var lítil og ongin broyting í eitt ár, men frá fjórða ársfjórðingi 2013 og til í dag, hevur verið ein javnur vøkstur. Nú lønirnar teir báðar seinastu ársfjórðingarnar fóru upp um tvær milliardir, hava tær verið umleið 300 milliónir størri hvønn ársfjórðing samanborið við 2008. Vit hoyra millum annað Knut Ivar Bøe spæla Røvin i hønsehuset og Preben Andersen saman við Bent Wigg spæla P rongrisen. Lagt til rættis Hanna og Terji Jakobsen. Tað er ikki bert í Føroyum , at fleiri ferðafólk fóru um flogvøllin í mars mánað. Floghavnin í Kastrup í Keypmannahavn hevði eisini vøkstur í mars. Til samans ferðaðust 2,3 milliónir ferðafólk um Kastrup í mars. Vøksturin var 11,2 prosentstig í mun til sama mánað í fjør, skrivar finans.dk Størsti vøksturin í Kastrup í mars var á evropeiskum ferðum. Her var vøksturin 12,6 prosentstig í mun til sama mánað í fjør vísa tøl hjá floghavnini. Floghavnin í Kastrup er tann mest vitjaða norðurlendska floghavnin. Í 2015 fóru fleiri enn 26 milliónir ferðafólk um floghavnina í Keypmannahavn. Krøv verða sett til oljutangar í sethúsum longu næsta ár fyri at betra um trygdina og fyribyrgja dálking í nærumhvørvinum, fæst politisk undirtøka fyri tí. Tað segði Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, í Løgtinginum í dag í svari til fyrispurning frá Heðini Mortensen, løgtingsmanni hjá Javnaðarflokkinum. Heðin Mortensen spurdi, nær landsstýriskvinnan fer at áseta reglur, sum tryggja, at oljutangar hjá fyritøkum og privatum húsarhaldum verða skiftir vegna aldur fyri at forða ógvusligari dálking í nærumhvørvinum. Arbeitt hevur verið við at gera uppskot til kunngerð á økinum, men enn er ikki komið á mál, segði Sirið Stenberg. Landsstýriskvinnan leggur dent á, at hon ætlar at taka upp aftur arbeiðið. Tað mest kostnaðarmikla kravið verður, sigur landsstýriskvinnan, at eldri oljutangar skulu skiftast. Tí má ein rímilig skiftistíð eisini ásetast tvørtur um áramál, sigur hon í svarinum. Heðin Mortensen vísti í viðmerkingunum til fyrispurningin á, at í okkara grannalondum eru skipanir, har fólk fáa fíggjarligan stuðul, tá oljutangin verður skiftur. Tað er neyðugt við politiskum átøkum á økinum ásannar Sirið Stenberg, tí tað er stórur fíggjarligur smeitur um tryggingin ikki tekur við, tí oljutangin er tærdur ella illa farin, sigur hon í svarinum til Heðin Mortensen. Oljutangar hjá virkjum og fyritøkum er undir reglum hjá Brunaeftirlitinum, sum er málsøki hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum. Ætlanin hjá Skála skúla at gera ein serligan dreingjaflokk fyri næmingar, sum ikki fáa nógv nógv burturúr vanligu undirvísingini, hevur elvt til kjak. Og nógvar meiningar eru um málið. Marna Jacobsen, ritstjóri, hevur arbeitt við javnstøðu í undirvísingartilfari, og henni dámar ikki ætlanina hjá Skála skúla at hava ein skúlaflokk serliga fyri dreingir. Hoyr tað, Marna segði, tá hon var gestur í Degi og Viku. Skála skúli hevur sent Mentamálaráðnum umsókn um at sleppa at hava ein skúlaflokk bert fyri dreingir. Talan er um eina royndarverkætlan. Reiðarafelagið hevur ikki tikið endaliga støðu til, um tað fer at stevna landstýrinum eftir endurgjaldi, tí ein partur av fiskirættindunum í ár verða seld á uppboðssølu. Anfinn Olsen, formaður, sigur, at samtyktin í síðstu viku kann enda við tveimum rættarmálum móti landsstýrinum. Fornminnissavnið í Gøtu hevur ognað sær fyrsta deksbátin, sum kom til Gøtu í 1920. Hóast báturin hevur liðið á havsins botni í eitt ár, hava stigtakararnir góðar vónir um at fáa hann flotaðan aftur. Umvælingarnar byrjaðu í januar mánað. Home er heitið á tí næsta av trimum løgum, sum Lea Kampmann hevur tikið upp saman við Raclip. Við henni eru Ólavur Gaard á gittara og Vinjar E. Petersen á klaveri. Prístalið eigur ikki at sleppa at lækka lestrarstuðulin. Tí kom landsstýriskvinnan í mentamálum í gjár við einum lógaruppskoti, sum forðar fyri, at lestrarstuðulin verður prístalsviðgjørdur í august. Tað er stuðulin frá Studna fyri lestrarárið 2016 17. Bleiv lestrarstuðulin prístalsviðgjørdur, so fingu tey lesandi 1,7 prosent minni frá Studna. Orsøkin er, at miðalprístalið nú er minus 1,7 prosent samanborið við prístalið fyri einum ári síðani. Vanliga hækkar prístalið. Men hetta er triðja árið á rað, at prístalið lækkar. Lógarbroytingin, sum kom í tingið í gjár, fer at kosta landskassanum hálva aðru millión krónur um árið. Rúm er tó fyri tí í fíggjarlógini, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna. Tí í fíggjarlógini fyri 2016 er prístalslækkingin ikki við. Tær 700.000 krónurnar, sum landskassin kundi spart við at minka stuðulin sambært prístalinum, eru tí í fíggjarlógini. Tað stendur á heimasíðuni hjá ÍSF í morgun. Petur Elias Petersen hevur verið forseti í Ítróttasambandi Føroya síðani á vári í 2010, og hann hevur verið í starvsnevndini síðani 1995. Petur Elias Petersen sigur í morgun, at hann hevur onga viðmerking um málið. Petur Ove Petersen, varaforseti, er fyribils forseti í ÍSF. Petur Elias Petersen varð fyri tveimum árum síðani valdur til ÍSF forseta í fýra ár, so hann hevði tvey ár eftir av skeiðinum. Forsetastarvið í ÍSF er ólønt. Útvarpið tosaði týskvøldið við Petur Elias Petersen um atfinningarnar frá nøkrum av sersambondunum, áðrenn hann fór á fund í ÍSF, har hann legði frá sær. Tað loysir seg ikki at fara undir sjóvarfalsorku í Haraldssundi, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, í svari til Óluvu Klettskarð, tingkvinnu í Tjóðveldi, sum hevur spurt um málið. Sirið Stenberg sigur, at út frá teimum mátingum, sum vórðu gjørdar, áðrenn sundið varð tipt, og modellútrokningum, er rákið í sundinum ov lítið til, at tað fíggjarliga loysir seg at lata Haraldssund upp fyri orkuframleiðslu. Mett verður, at tøknin er ikki tøk enn, og tað fara at ganga ár, áðrenn tað ber til at fáa til vega turbinur, ið halda til baldruta umhvørvið, og sum kunnu framleiða fyri kappingarførar prísir. Sirið Stenberg vísir á, at felags fyri allar verkætlanir innan sjóvarfalsorku er, at tær eru á royndarstigi, at tær fáa nógvan fíggjarligan stuðul og ikki eru fíggjarliga burðardyggar. Í løtuni er neyvan skilagott hjá SEV ella tí almenna at framleiða orku í Haraldssundi, men um fyritøkur ella granskingarstovnar hava áhuga at gera og rinda fyri slíkar royndir, er støðan ein onnur, sigur Sirið Stenberg í svarinum til Óluvu Klettskarð. Í sendingini hesa ferð hoyra vit amerikanska pianistin og tónaskaldið Keith Jarrett spæla solo piano, umframt duo, trio og kvartett. Vit hoyra hann spæla egin løg, umframt ein forkunnugan standard. Lagt til rættis Arnold Ludvig. Fregnartænastan hjá donsku løgregluni heldur, at í minsta lagi 135 persónar hava verið í Sýria og Irak, ella eru har í løtuni, og at tey eru farin í bardaga fyri islamskar rørslur, fyrst av øllum IS. Tað stendur í viðmerkingunum til lógaruppskot um innferðarbann til Sýria, sum danska løgmálaráðið sendi til hoyringar í síðstu viku. Fregnartænastan metir, at umleið helvtin av teimum 135 eru komin aftur til Danmarkar. Tey, sum eru komin aftur úr Sýria og Irak, kunnu hótta trygdina í Danmark, tí tey hava fingið royndir og førleikar, og kunnu verða víðgongd, svikin og til reiðar at brúka harðskap. Tað hevur fregnartænastan hjá donsku løgregluni, PET, sagt, sambært Danmarks Radio. Í minsta lagi 28 danir ella fólk, sum hava bústað í Danmark, verða hildin at vera dripin í vápnaða stríðnum í Sýria og Irak. Serfrøðingar hava fýlst á innferðarbannið til Sýria, men danski ríkisákærin sigur við DR, at bannið fer gera tað lættari hjá ákærumyndugleikanum, tá rættarmál skulu roynast. Í sendingini hoyra vit verk hjá trimum núlivandi tónasmiðum. Teir báðir norsku Bjrørn Kruse og Henning Sommerro og so finska Jaakko. Lagt til rættis Gunnvør Poulsen. Kórið Xperiment hevur røtur fleiri ár aftur í tíðina. Fyri góðum 15 árum síðan stovnaði Sigrið Sivertsen barnakór, Ung Stjørnuskot, sum vóru ungfólk um 11 12 ára aldurin. Tvey ár seinni, tá Ung Stjørnuskot ikki vóru børn longur, men enn vóru aktiv, varð eitt nýtt barnakór, Dropar, sett á stovn, sum Sigrið eisini stjórnaði. Hesi kórini gingu lið um lið, og Ung Stjørnuskot fóru millum annað konsertferðir uttanlands við tónleikarum aftrat sær, meðan Dropar høvdu ein týðandi leiklut í sangleikinum Jósef og Ótrúliga Litfagra Dreymakotið í 2004. Í 2010 skfitið kórið Dropar navn til Xperiment. Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, við Sosialin í dag. Landsstýrismaðurin og embætisfólk í Fiskimálaráðnum fyrireika nú kunngerðina fyri uppboðssøluna. Kunngerðin skal eisini til hoyringar, áðrenn hon verður sett í gildi. Fyrsta sølan verður um ein mánað, og helst verða tríggjar aftrat seinni í ár. Ætlanin er at bjóða fisk út í ávísum nøgdum, ávís tíðarskeið. Ein spurningur, sum eisini skal loysast, er, hvussu gjaldast skal fyri fiskin. Nótaskipini fara helst eisini at hava størstan áhuga fyri norðhavssildini, men makrelurin hevur eisini áhuga hjá stóru trolarunum. Hetta sigur Petur Elias Petersen, forseti í Ítróttasambandi Føroya, nú Flogbóltssambandið og Svimjisambandið finnast at, hvussu umboðstingið hevur avgjørt at býta pengarnar millum ítróttargreinarnar. Bæði sambondini hava tí boðað frá, at tey skerja sítt virksemi. Flogbóltssambandið fer ikki við til oyggjaleikirnar næsta ár, og Svimjisambandið hevur boðað frá, at ivasamt er eisini, um svimjararnir fara til oyggjaleikirnar, umframt at tey hava avlýst ein ætlaðan túr til Bergen Swim Festival og minka úrvalshópin til EM í London. Men Petur Elias Petersen sigur, at hetta er fólkaræði, og at formansskapurin, har hann sjálvur situr, als onga atkvøðu hevur, tá peningurin skal býtast. Tá fari eg at renna úr Klaksvík til Havnar, og hetta er ein máti at varpa ljós á demenssjúkuna, Alzheimer, og ikki minst Alzheimerfelagið, sigur Jonhard Larsen. Sjálvur hevur hann mammu, ið hevur demenssjúkuna, og tí vil hann fegin stuðla felagnum. Fólk kunnu stuðla við pengum um heimasíðu mína, og soleiðis gevi eg eitt íkast til, at Alzheimerfelagið kann fáa eitt fólk í fast starv, sigur Jonhard Larsen. Longu nú venur hann miðvíst fyri at klára túrin tann 7. mai. Hjá mær snýr tað seg ikki um at klára teinin upp á ávísa tíð, men eg rokni við, at eg fari at renna í einar átta tímar út í eitt, sigur Jonhard Larsen. Michael Skidmore, sum er umboðsmaður hjá nú deyða guitaristinum i 60 ara bólkinum Spirit, vil vera við, at sangurin minnir ógvuliga nógv um Taurus hjá Spirit. Spirit var á konsertferð við Led Zeppelin um tað mundið, Stairway To Heaven varð gjørdur, og hetta er við til at stuðla upp undir uppáhaldið, at Jimmy Page hevur stolið byrjanina til Stairway frá Taurus. Taurus kom út í 1968, og Stairway To Heaven tvey ár eftir í 1970. Sambært Page varð sangurin skrivaður í eini fjarskotnari smáttu í Wales, og hann tvíheldur um, at hann á ongan hátt var ávirkaður av hinum sanginum. Nú skulu nevningar taka dagar ímillum, hvør rætti eigarin er. Og tað snýr seg ikki bara um heiðurin at vera krediteraður fyri ein av heimsins kendastu sangum. Í morgin byrjar arbeiðið at gera størstu, einstøku verkætlanina í Klaksvík, tá byrjað verður at grava út til nýggju smoltstøðina hjá Bakkafrosti, skrivar nordlysid.fo Samstundis sum vit fáa stóru vinnulívsíløguna á Strond, kunnu vit nú veruliga fáa gongd á ídnaðarøkið á Borðoyavík, sigur Óluva Klettskarð, forkvinna í Havna og Vinnunevndini, við Norðlýsið. Økið er 70.000 fermetrar og smoltstøðin hjá Bakkafrosti kemur at brúka ein stóran part av hesum økinum. 20 fólk fara at starvast á smoltstøðini tá hon er liðug. Orsøkin til at Petur Elias Petersen hevur lagt frá sær sum forseti í Ítróttasambandi Føroya er fyrst og fremst ósemjan millum sersambondini, hvussu játtanin hjá ÍSF skal býtast. Sambært heimasíðuni hjá ÍSF, hevur forsetin lagt frá sær av persónligum ávum, men Kringvarpið skilir, at stríðið um, hvussu pengar verða býttir millum sersambondini undir Ítróttasambandinum, er høvuðsorsøkin til, at hann leggur frá sær. Sum skilst kenna 13 sersambond undir ÍSF seg svikin av ávísum sersambondum, og fráfarni forsetin tímdi, sum skilst, ikki at stýra klandursrakta Ítróttasambandinum longur. Katrin Abrahamsen legði eisini frá sær sum nevndarlimur í ÍSF í seinastu viku. Hon sigur, at tað var eina og aleina tí, at hon fór aftur í nevndarsessin í Føroya finleikasambandi. Nevndin har hevur verið undirmannað í langa tíð. Tað er ikki loyvt at vera í starsvnevndini hjá ÍSF og í nevndini í einum sersambandi i senn. Tey hava tí boðað frá, at hvørki flogbóltur ella svimjing verða við á Oyggjaleikunum í summar. Tey hava uttan um Ítróttasambandið verið á fundi við Mentanarnevndina hjá Løgtinginum um, hvussu játtanin eigur at verða býtt, og tað dámar ikki hinum sersambondunum. Ítróttasambandið fær 8 milliónir krónur frá Løgtinginum um árið, umframt 8,5 milliónir í veddingarpengum. Eitt uppskot um at marka 1,2 milliónir til altjóða kappingarluttøku er í løtuni til viðgerðar í politisku skipanini. Í tíðindaskrivi boða øll sersambondini uttan Svimjingsambandið, Flogbóltssambanið og Hondbóltssambandið frá, at tey vilja hava ÍSF at býta pengarnar, og ikki, at Løgtingið skal gera av, hvussu játtanin til ítrótt verður nýtt. Eisini harmast tey, at Petur Elias Petersen hevur lagt frá sær. Hann sitið í starvsnevndini í ÍSF í 21 ár, tey seinastu seks árini sum forseti. Hetta eru fólk, sum dragast við eitt nú depressjón, skizofreni og angist. Tey koma ikki so nógv út í samfelagið í gerandisdegnum, men hesa vikuna, tey eru á Háskúlanum, hava tey møguleika fyri at vera sosial, hitta nýggj fólk, fara ymiskar túrar og so framvegis, sigur Snorri Brend, sum er stuðul hjá brúkarunum. Í morgunsendingini fortaldu eisini tveir av skeiðsluttakarunum, Jákup Mýling Hansen og Heidi Andreassen, hvat tey hava upplivað hesar dagarnar, tey hava verið á Hákúlanum. Etiska ráðið er komið undan kavi aftur. Tað er á veg í Løgtingið. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, er farin undir at eftirmeta gamla lógaruppskotið um etiskt ráð. Nevndin skal í fyrsta umfari avgera, um hon hevur heimild at viðgera kærunu, og um tann, sum kærdi, hevur kærurætt, hevur rættarligan áhuga í málinum. Zakarias Wang, sum hevur verið formaður í ráðgevandi nevndini hjá Tórshavnar býráði fyri Hoyvík og Hvítanes, segði fyri góðum tveimum vikum síðani, at hann ætlaði at kæra. Hann fór at kæra, at partafelagið, sum skal gera Eysturoyartunnilin, er farið undir at gera vegin til tunnilsmunnan í Streymoynni beint oman fyri Hvítanes. Zakarias Wang sigur, at hetta er brot á byggisamtyktina fyri Hvítanes. Von eigur P f Vónina, sum ger og selur trol. Kappingareftirlitið sigur í góðkenningini, at eftir yvirtøkuna fer Hampiðjan at virka í øllum londum í Norðuratlantshavi, uttan tó at gerast ráðandi á marknaðinum. Sambært fráboðanini um yvirtøkuna, sum Kappingareftirlitið fekk, ivast eftirlitið ikki í, at yvirtøkan er í lagi. Tí er yvirtøkan góðkend sambært kappingarlógini. Kappingarráðið kann tó taka aftur góðkenningina, um ein av fyritøkunum hevur latið skeivar ella villleiðandi upplýsingar um keypið. Tað sigur Karen Ellemann, danski almanna og innanríkisráðharrin, sambært Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, sum hevur svarað fyrispurningi frá Anniku Olsen, løgtingskvinnu. Danski ráðharrin hevur steðgað allari ættleiðing úr Etiopia. Eisini í Føroyum hava fólk bíðað í nøkur ár eftir at sleppa at ættleiða barn úr Etiopia. Tað hevur kostað teimum nógvar pengar. Danska ættleiðingarfelagið sigur, at lagt verður upp fyri, hvussu leingi, fólk hava verið á bíðilista eftir barni úr Etiopia, tá tey verða flutt á annan bíðilista, sigur Sirið Stenberg. Danish International adoption, DIA, sigur harafturat, at tey, sum vóru á bíðilista til at ættleiða úr Etiopia, fáa 30 prosent av tí, sum tey hava goldið fyri málsviðgerðina, tó í mesta lagi 30.250 krónur Hesa ferð fara vit fyrst at vitja ta kirkuna, sum alheimsliga sæð er tann størsta í heiminum, men sum í Føroyum er ógvuliga lítil, nevniliga Katolikkakirkjuna. Vit spyrja millum annað, hvussu tað ber til, at katolikkar kunnu biðja til Jomfrú Mariu. Síðani fer tað at snúgva seg um ta karismatisku rørsluna, sum spratt burtur úr teimum sonevndu Kristus er svarið møtunum á Gøtueiði í sjeytiárunum. Næst á skránni er Jehova Vitni, sum mong ikki rokna sum kristin. Vit tosa við tey um, hvat tað er, sum skilir tey frá hinum samkomunum. At enda vitja vit ta samkomuna, sum helst er best kend fyri síni útimøti og sín horn og streingjatónleik, nevniliga Frelsunarherin. Lagt til rættis Sjúrður Skaale. Høgt virda Pritzker virðislønin varð í ár latin arkitektinum Alejandro Aravena og hetta var serliga fyri at slóga fyri tá talan er um burðardyggan arkitektur, eins og tá talan er um at endurskoða og enduruppfinna góða bústaðin fyri øll. Vit lofta Pritzker stafettini og seta spurningin hvat eigur at eyðkenna føroyska bústaðin anno 2016, og fáa vitjan av Eyðuni Eliasen, arkitekti, og Andrassi Róin, stjóra á Bústøðum. Eisini fara vit at taka pulsin á nøkrum av tí, ið fer fram á føroyska mentanarpallinum júst nú. Vit fara á Barnafestival, har Páll Danielsen sigur okkum um arbeiðsgongdina, tá føroysk tala verður løgd á teknispælifilmin Mumiættin fer í summarfrí, sum lann síggjast á Barnafestivalinum í Norðurlandahúsinum. Eisini hitta vit Rakel Helmsdal, sum við dukkuleikinum Dansa so væl og leingi stjórnar dukkunum, sum hon sjálv hevur tilevnað, eins og hon eigur handrit og røddir, og heldur skil á ljóði og ljósi. Og eftir frásøgnina við Rakel, fer Hanna Jensen at taka samanum dukkuleikin. Fleiri ferniseringar verða fríggjadagin Á Listasavni Føroya letur árliga Várframsýningin upp, og vit hitta tveir av fyrireikarunum Jóhan Martin Christiansen og Randi Samsonsen Eisini fara vit á gátt á Steinprenti, har danska listakvinnan Toni Larsen sýnir fram steinprent, yrkingar og leirlist. Og vit hitta eisini Heðin Kambsdal, sum letur upp framsýning á Gamla Seglhúsi í Klaksvík. Stórt ivamál er, um lógaruppskotið hjá Sirið Stenberg er í samsvari við stýrisskipanarlógina. Tað siga løgfrøðingarnir hjá Løgtinginum, sum hava eftirkannað uppskotið hjá Innlendismálaráðnum. Í sama viðfeingi verður víst á tingskipanina, sum sigur, at tá lógaruppskot ikki eru í samsvari við stýriskipanarlógina, skal løgtingsformaðurin, eftir at hava fingið samtykki frá formansskapinum, mæla Løgtinginum til at vísa uppskotinum burtur. Eins og Lógartænastan hjá Løgmansskrivstovuni ivast Løgtingsskrivstovan stórliga í heimildini at gera mun á viðskiftafólkunum hjá SEV, nú ætlanin er, at nøkur skulu gjalda minni enn onnur. Báðar løgfrøðiligu eftirkanningarnar gera ta niðurstøðu, at her er talan um skatt. Landsstýrið kann ikki, sum lógaruppskotið sigur, áseta elprísir, sum eru at meta sum skattur, í kunngerð. Í lógaruppskotinum hjá Sirið Stenberg stendur, at landsstýrismaðurin fær heimild at góðkenna, at ymiskir elprísir verða ásettir fyri ymiskar kundabólkar. Uppskotið um ymiskar elprísir er í Rættarnevndini hjá Løgtinginum. Tað verður hátíðarhildið á tann hátt, at ókeypis verður at koyra í tunlinum í fýra dagar, frá hósdegnum 5. mai, sum er Kristi himmalsferðardagur, til sunnudagin 8.mai, sum er mammudagur. Tað hava P f Norðoyatunnilin, Klaksvíkar kommuna og Klaksvíkar handilsfelag avgjørt, skrivar Klaksvíkar Handilsfelag í tíðindaskrivi. Tað segði Bryndis Kristjansdóttir, stjóri fyri skattakanningarnevndini hjá íslendska ríkinum á fundi við búskapar og handilsnevndina hjá Altinginum í gjár. Fleiri onnur feløg verða kannað í løtuni. Málini um skattaundandrátt komu fram kavi í skjølum, sum íslendska skattavaldið hevur fingið til vega. Skjølini fevna um 600 feløg uttanlands hjá 400 íslendingum, sum eru greinað út í smálutir. Nøkur skjøl vísa, hvussu skyldurnar hjá felagnum verða latnar eini nevnd, sum ikki er veruligi eigarin. Bara í 100 førum er eigarin eisini skrásettur til at eiga partabrøvini í útlendskum felag. Í 170 førum var einki samband við veruliga eigaran. Klaksvíkar kommuna skal hava nýtt grótbrot, nú Bakkafrost í dag byrjar at grava á Strond, har sum Bakkafrost ætlar at byggja smoltstøð. Umhvørvisstovan hevur givið trimum bóndum í ávikavist Kaldbak, Kollafirði og á Sundi undantaksloyvi at spræna mykju, hóast lendið liggur hægri enn 250 metrar Tað er annars bannað at spræna mykju oman fyri 250 metrar, tí mykjan køvir upprunavøkstur og hagaplantur. Suni Petersen, deildarleiðari fyri umhvørvisvernd á Umhvørvisstovuni, hevur givið undantaksloyvi. Frits Johannesen gjørdi tað, tí at hann helt arbeiðið hjá Sprotanum vera eina kollvelting, sum átti at fáa eina viðurkenning. Hann vildi sýna sítt takksemi fyri alt hetta og geva Sprotanum nakrar málningar at umseta til pening, sum skuldi vera við at fíggja arbeiðið í framtíðini, skrivar Sprotin í tíðindaskrivi. Klaksvíkar Sjúkrahús leitar nú eftir einum medisinara og einum ortopedi. Verandi læknin í ortopedi fer frá fyri aldur seinni í ár, og medisinarin hevur fingið starv uttanlands. Heri Ellingsgaard er stjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Hetta er ofta vinkulin, tá tosað verður um konufólk og neyðtøku, men konufólkini eru í veruleikanum ikki altíð tær óseku og menninir púra óstýriligir. Tað heldur Suni Poulsen, sálarfrøðingur, sum um vikuskiftið fer at hava ein fyrilestur um júst hetta evnið í sambandi við tiltakið Nei er nei , sum Amnesty Føroya Deild skipar fyri. Men verða føroysku peningastovnarnir bidnir um at greiða frá støðuni, gera teir tað, siga bankastjórarnir í føroysku peningastovnunum. Skattanevndin hjá Fólkatinginum hevði í gjár kallað umboð fyri stóru donsku bankarnar til hoyring í sambandi við avdúkingarnar um stóru skattagøluna. Serliga Nordea Bank hevur verið fyri hvøsum atfinningum, tí fleiri av skjølunum hava avdúkað, at Nordea Bank hevur samstarvað við um umstrídda advokatfelagið Mossack Fonseca í Panama. Stjórin í Nordea Bank, Torben Laust, vísti undir hoyringini í gjár aftur, at Nordea hevur verið vitandi um leiklutin, sum bankin verður lagdur undir at hava havt. Torben Laust ásannaði kortini, at bankarnir hava ikki gjørt nóg mikið til tess at forða fyri skattaskjólum. Hann legði dent á, at bankarnir vilja gera alt fyri at kanna málið til botns. Lágargarður og Boðanesheimið brutu sáttmálan millum Ergoterapeutfelagið og Fíggjarmálaráðið. Fíggjarmálaráðið er dømt at viðurkenna, at tríggir ergoterapeutar hava rætt til einaviðbót. Sáttmálin sigur, at ergoterapeutur, sum arbeiðir einsamallur og ikki sum leiðandi ergoterapeutur, hevur rætt til árliga viðbót, sum er 12.000 krónur Hetta hevur staðið í sáttmálanum síðani 1989. Ergoterapeutarnir fáa nú einaviðbótina fyri tíðarskeiðini ávikavist 31. juli í 2009 tann eini og 1. november 2012 til 1.mai í fjør. Hóast Virgar T. Dalsgaard hevur búð í Danmark í nógv ár, er hann framvegis ógvuliga virkin luttakari í kjaki um føroysk viðurskifti, og hann er ikki bangin fyri at siga sína hjartans meining. Tann, sum kærdi, skal fyrst fáa at vita, um hann hevur kærurætt. Svarið er ikki klárt at senda enn, sigur Elsa Østergaard, forkvinna í Kærunevndini í lendismálum. Nevndin hevur fingið kæru um vegin oman fyri Hvítanes til munnan í Eysturoyartunlinum. Vegurin er, sambært kæruni, brot á byggisamtyktina fyri Hvítanes. Kærunevndin í lendismálum viðgjørdi kæruna í gjár. Nevndin skuldi í fyrsta umfari avgera, um hon hevur heimild at viðgera kærunu, og um tann, sum kærdi, hevur kærurætt, tað er hevur rættarligan áhuga í málinum. Nevndin hevur heimild at viðgera øll mál um býarskipan. Forkvinnan í nevndini vil ikki siga, um kærarin hevur kærurætt, fyrr enn hann sjálvur hevur fingið tað at vita skrivliga. Í táttinum Nálareygað hoyra vit tveir spildurnýggjar sangir. Teir eru Light in the shadow við bólkinum Conlea, og Sandstorm Love við Monkey Rat og The Hentze Horns. Eik segði ikki allan sannleikan í skrivi til TAKS í sambandi við, at bankin vildi avskriva fyri hálva milliard eitt tap, sum Fíggjarligt Støðufesti hevði tikið á seg frammanundan. Ein kunngerð, sum nevndin og granskoðarar í nýggja Eik Banka Føroya skrivaðu, staðfesti, at nýggja felagið tók støði í 14. oktober 2010 altso eftir at virðið á bankanum varð niðurskrivað til hálva aðru milliard. Men i skrivinum til TAKS skrivar Eik, at bankin tekur støði í byrjunarfíggjarstøðuni tann 30. september og at bankin hevur eitt virði uppá tvær milliardir at byrja við. Eik Banki royndi at villleiða Taks við ófullfíggjaðum upplýsingum fyri at tryggja sær ein skattafyrimun uppá 92 milliónir krónur. Tað vísa skjøl, sum Kringvarpið og Miðlahúsið hava sæð. Vit ætlaðu at spyrja Súna Schwarts Jacobsen, stjóra í Eik, hví bankin ikki kunnaði TAKS um hesi týdningarmiklu viðurskifti. Men Súni Schwartz Jacobsen vil ikki gera samrøðu í dag. Barnaverndartænasturnar kring landið eru vorðnar meira sjónligar, og tí fáa tær eisini fleiri fráboðanir um børn, sum eru fyri vansorgan. Hesar seinastu mánaðirnar eru pinkubørn farin beint av føðideildini á Landssjúkrahúsinum og til fosturs. Seinastu árini hevur lítil og eingin várgýtandi sild verið at fáa millum oyggjarnar. Men okkurt bendir á, at sildin nú er aftur. Fyrr í vikuni var Jack Højgaard og royndi við gørnum á Skálafjørðinum. Og, sum myndirnar vísa, vóru gørnini full av sild. Tilsamans vóru 3.000 pund av várgýtandi sild í gørnunum hendan dagin. Síðst í sekstiárunum var vanligt at seta sildagørn á Skálafjørðinum og fleiri bátar vóru útgjørdir at royna við gørnum. Men síðani sjeytiárini hevur stóra várgýtandi sildin verið burturi. Hví, veit eingin. Heldur ikki fiskifrøðingarnir. Í sendingini vitja vit millum annað Lenu Anderssen og Niclas Johannesen, sum nú eru farin undir at løða battaríini aftur, eftir at fløgan Eagle in the Sky kom á marknaðin herfyri. Eisini verður tosað við tey, sum hava valt verk út til Várframsýningina. Úrvalsnevndin hevur lagt seg eftir ikki at taka ov nógvar myndir við, tí tann vitjandi skal fáa stundir til veruliga at uppliva myndirnar. Harafturat hitta vit fotografin Onnu Kathrinu Højgaard, sum hevur eina fotoframsýning í Mentamáránum. Longu sum smágenta fekk hon áhuga fyri tí at taka myndir. Myndirnar skuldu helst ikki vera ov penar, í staðin skuldu tær siga eina søgu. Frans Johannesen vann eisini gull. Frans kom fyrst á mál í 200 m. blandað finaluni. Tíðin hjá Frans var 2.05.31. Alvi Hjelm bleiv nummar fýra við tíðini 2.08.13, sum er persónligt met. Tíðin rakk til eitt pláss í B finaluni. Gamla metið á 27,21 sekund átti Astrið sjálv. Tað var sett í FM á langgeil í mars mánaði. Kalpana leggur dent á, at tað var eitt ávíst húski í Djóna í Geil gøtu, sum hevði avgerandi leiklutin, at tey funnu seg til rættis á klettunum. Vanliga fatanin er, at miðlarnir kappast sína millum um bestu søgurnar. Okkurt samstarv er viðhvørt, men tá er tað mest av fíggjarligum orsøkum, til dømis tá veljarakanningar verða gjørdar. Men í gjár kunngjørdu Miðlahúsið og Kringvarpið, at hava tikið upp samstarv. Tíðindaleiðarin í Kringvarpinum, Liljan Weihe, og redaktørurin í Vikuskiftis Sosialinum, Barbara Holm, eru á einum máli um, at søgan um sonevnda Eik málið er av so stórum týdningi, at tað gongur fram um innanhýsis kapping. Í samband við at várið er komið, og tí Tórshavnar Kamarkór í næstum fer til Írlands á konsertferð, verður sungið dúgliga í hesum døgum. Kórið skal hava tvær konsertir um vikuskiftið. Fyrra verður í Sandavágs kirkju leygardagin kl. 17 og tann seinna verður í Læraraskúlahøllini sunnudagin kl. 17. Skráin er væl blandað, og eitt av verkunum, ið kórið syngur, er Komm, Jesu komm, eftir Bach, ið verður framført saman við strúkarum. Annars býður skráin upp á heilt fitt av nýggjum føroyskum tónleiki, umframt nakað av eldri føroyskum, norðurlendskum og okkurt klassiskt verður eisini við. Ein teirra, sum er við á framsýningini í ár, er Dan Helgi í Gong. Hetta er fyrstu ferð at hann er við í Várframsýningini, og hansara verk er eitt slag av videoinstallasjón. Tað er ein æra fyri meg at vera við, tí hetta er jú størsta listasavnið í Føroyum, so mann følir seg væl at vera ein av teimum útvaldu, sigur Dan Helgi í Gong, sum fyri tveimum árum síðani bleiv útbúgvin master í ljóðlist. Verkið, eg sýni fram, er bygt út frá einum sangi og arbeiðir við kynsnormum og poppverðini, sum er rættiliga heteronormativ. So har seti eg spurningar við tey tingini, greiðir Dan Helgi í Gong frá. Undirtøka var annars fyri tí í løgtinginum, men umboðini hjá samgonguni í Fíggjarnevndini søgdu, at samgongan er í ferð við at endurskoða skattalógina og avgjaldslógirnar. Tað arbeiðið skal vera liðugt á nýggjárinum. Meirilutin í Fíggjarnevndini helt, at landsstýriskvinnan eigur at skipa so fyri, at skattaviðurskiftini hjá teimum, sum fáast við heimavirki, verða greinað í hesum sambandi. Meirilutin er samdur við Jørgeni Niclasen, sum legði uppskotið fram, um, at skattur og avgjøld eru forðingar hjá teimum, sum fáast við heimavirki. Minnilutin í Fíggjarnevndini mælti løgtinginum til at samtykkja uppskotið. Bárður Nielsen, Jacob Vestergaard og Bill Justinussen søgdu, at samgongan hevði her møguleikan at gera nakað munagott fyri tey, sum fáast við heimavirki, men í staðin fyri verður málið goymt í einari av mongu nevndunum, sum samgongan hevur sett at orða politikkin, sum samgongan skal føra, eisini á hesum økinum. Drúgt orðaskifti var um málið við aðru viðgerð í gjár, men tá atkvøtt varð, vóru 11 atkvøður fyri og 13 ímóti, og uppskotið fall sostatt. Meirlutin í Rættarnevndini, mælir løgtinginum frá at samtykkja uppskotið hjá Anniku Olsen og Jákupi Mikkelsen, tingfólkum fyri Fólkaflokkin, um at borgarstjórar, sum arbeiða fulla tíð, ikki samstundis skulu vera í løgtingslimir, sum eisini er eitt fulltíðarstarv. Meirilutin metir, at borgarstjórar verða fyri demokratiskum mismuni í mun til aðrar borgarar í landinum, og vísur millum annað á, at borgarstjóraembætið er ikki umfatað av lógarregluni um, at tingfólk bert kunnu hava hálvt alment starv við síðuna av tingstarvinum. Tað liggur hjá kommununum sjálvum at taka avgera, um borgarstjórin kann røkja tvey størv í senn. Tá talan er um arbeiðsbyrðu, heldur meirilutin heldur ikki, at nakað er, sum talar fyri, at nakar munur er á at røkja løgtingssessin saman við einum borgarstjórasessi ella at røkja hann saman við onkrum øðrum fulltíðarstarvi. Tí metir meirilutin ikki, at stór arbeiðsbyrða er ein saklig grundgeving fyri einsíðugt at forða borgarstjórum eisini at røkja ein løgtingssess. Minnilutin, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir úr Fólkaflokkinum vísur á, at tað er bara loyvt at hava hálvt alment starv við síðuna av løgtingssessinum, men at borgrastjórar eru undantiknir hesum. Minnilutin heldur, at hetta undantakið eigur at verða avtikið, so øll í almennum starvi verða javnsett, og mælir tí til at samtykkja uppskotið, og skjýtur upp, at lógin kemur í gildi fyrsta januar 2017. Tað er, tá nýggju bý og bygdarráðini taka við, eftir bý og bygdaráðsvalini, sum verða í november. Í løtuni eru tríggir borgarstjórar í løgtinginum, Kristin Michelsen, sum er formaður í rættarnevndini, og sum mælir frá at samtykkja uppskotið. Hann er borgarstjóri á Tvøroyri. Heðin Mortensen er borgarstjóri í Havn og Pauli Petersen er borgarstjóri í Vestmanna. Magnus Rasmussen var borgarstjóri í Runavík, tá hann varð valdur á ting í fjør, men fór úr borgarstjórasessinum fyrsta januar í ár. Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, varð eisini valdur í løgtingið í fjør, men Klaksvíkar býráð vildi ikki loyva honum at røkja báðar sessirnar, og tí hevur hann farloyvi úr løgtinginum. Meirilutin í Fíggjarnevndini, sum eru umboðini hjá samgonguni, heldur, at tá útbyggingar og nýíløgur í amboð og útgerð verða gjørdar á miðnámsskúlaøkinum, eiga hesar at verða raðfestar við støði í einum heildarsjónarmiði, galdandi fyri ymsu útbúgvingarnar og ymsu økini í landinum. Meirilutin sigur seg hava álit á, at landsstýrismaðurin í sínum raðfestingum í einum heildaratliti metir um tørvin á útbygging av og nýggjum tólum og amboðum til Tekniska Skúla í Klaksvík. Hinvegin heldur minnilutin í Fíggjarnevndini, tað eru umboðini hjá andstøðuni, at nú umstøðurnar hjá Tekniska Skúla í Tórshavn verða munandi betraðar sum partur av Glasi, er tað av alstórum týdningi, at tilboðini til ung aðrastaðni í landinum verða betrað og í mest møguligan mun javnsett. Minnilutin sigur, at verkstøðini á Tekniska Skúla í Klaksvík eru ikki dagførd, síðani tey vórðu bygd seinast í áttatiárunum. Tí er alneyðugt at geva skúlanum møguleika at útvega sær nýggjastu amboðini, so næmingarnir verða kunnaðir við tær arbeiðsumstøður, sum eru galdandi á byggimarknaðinum í dag. Danska Emma Holten gjørdist heimskend, tá hon sjálvboðin legði gerandismyndir út á netið, har hon er toppleys. Hetta var eitt aftursvar til eitt sokallað hevndarpornoálop. Við aftursvarinum ynksti Emma at varpa ljós á samtykki, og hví samtykki er altavgerandi, tá tað snýr seg um rættin til okkara kropp. Síðani er hon vorðin ímyndin upp á feminismu. Og tað eru ikki bara danskir miðlar, sum hava varpað ljós á hennara søgu, ið er umsett til tíggju ymisk mál. Leygardagin vitjar Emma Holten í Føroyum. Tað er Amnesty Føroyar, ið hevur bjóðað henni henda vegin. Fyri at bøta um umstøðurnar hjá neyðtøkuofrum skipar Amnesty fyri almennum tiltaki um samtykki við Emmu Holten, politiskur aktivist, og Súna Poulsen, sálarfrøðingi. Fía Niclasen var heldur ófarin, tá vit ringdu og greiddi henni frá, at ólag var komið í hennara Adele atgongumerkið, men tíbetur hennara vegna, var tað bert telefon ballada. Reyði Krossur fær meira og meira klæðir inn. Ja, so mikið at pláss er ikki fyri øllum í handlinum, tí hava tey latið nýggjan handil upp. Vit fregnast í nýggja handlinum. Vit ringdu til Fíu Niclasen og billaðu henni inn, at klutur var komið í atgongumerkini til Adele konsertina, sum hon keypti fyrr í ár. Sambandsflokkurin ætlar at leggja uppskot fyri løgtingið, so samkynd kunnu ganga saman í skrásett parlag. Á tann hátt ber til at sleppa undan broytingum í hjúnabandslógini, sum harður orðadráttur hevur verið um. Men Kaj Leo Holm Johannesen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, heldur tað tó vera eitt skilagott hugskot at gera serlóg fyri samkynd. Neyðugt er eisini at virða tey, ið ikki vilja broyta hjúnabandslógina, sigur hann. Trupult at fáa uppskotið fyri løgtingið Tað hevur ikki eydnast Sambandsflokkinum at fáa neyðugu undirtøkuna fyri at leggja uppskotið fram. Freistin at leggja uppskot fyri tingið í hesi tingsetuni var úti 7. mars, og tí skulu 17 undirskriftir til fyri at uppskotið kann vera lagt fram, eftir at freistin er farin. Andstøðan telur bara 16 tingfólk, men eingin í samgonguni hevur higartil skrivað undir, og tí vantar framvegis ein undirskrift í, áðrenn uppskotið kann verða lagt fyri tingið. Spurningarnir hesaferð snúgva seg um konustuldur, kettir hjá grannanum og um tað er so týdningarmikið, at børn koma í rættstundis í skúla um morgunin. Upprunaliga var freistin á miðnátt í gjárkvøldið, men nú er freistin longd mikudagin 20 apríl á miðnátt. Tí boðar Setrið frá á heimasíðuni. Eftir tiltakið kom fram, at MíttLand varð komið í fíggjarligar trupulleikar, tí fleiri hundraðtúsund krónur vóru stolnar úr pengakassanum. Av somu orsøk fingu tónleikararnir, sum framførdu á festivalinum, onga løn. Fyriskipararnir søgdu seg vita, hvør hevði tikið pengarnar, og maðurin var meldaður til løgregluna í Keypmannahavn. Ákærdi maðurin hevði arbeitt á festivalinum. Hann savnaði pengarnar inn frá sølubásunum á festivalinum. Í dóminum, sum Kringvarpið hevur fingið innlit í, stendur, at ákærdi maðurin segði seg hava borið allar pengarnar víðari til ein av fyriskiparunum. Fyriskiparin, Hans Fróði Hansen, sigur, at hann og eitt arbeiðsfólk taldu pengarnar fríggjakvøld. Leygarkvøld vóru tey ov móð at telja pengar. Tá tey so fóru undir at telja sunnudag, vóru tey varug við, at ein rúgva av pengum restaði í, sammett við tað, sum sølubásarnir høvdu selt. Eingin uppgerð var fyri, hvussu nógv var selt, og hvussu nógvir pengar restaðu í. Fyriskipararnir mettu, at umleið 250.000 krónur vóru horvnar. Fyriskiparin segði í rættinum, at tá hann vitjaði íbúðina hjá ákærda manninum mánadag, fann hann eina tasku við 50.000 krónum í. Fyriskiparin tók taskuna og pengarnar við sær. Pengarnar brúkti hann til at rinda kreditorunum. Rætturin í Keypmannahavn heldur ikki, at nøkur prógv eru fyri, at ákærdi hevur stolið pengarnar. Ákærurnar hjá fyriskiparunum eru ikki prógvaðar, tí eingin veit, hvussu nógvir pengar restaðu í og hvussu nógv varð selt í sølubásunum. Taskan, sum fyriskiparin sigur seg hava funnið hjá ákærda, førir ikki til annað úrslit, og eingi prógv eru fyri, at fyriskipararnir hava rindað kreditorunum aftur við pengunum í taskuni. Samgonguflokkarnir í mentanarnevndini taka ikki undir við uppskotinum frá Jákupi Mikkelsen í Fólkaflokkinum, um at løgtingið skal heita á landsstýrið um at koma við uppskoti um at bøta um fíggjarligu viðurskiftini hjá lærlingum. Meirilutin heldur kortini, at uppskotið er gott, og tað nemur við ein tátt í týdningarmikla arbeiðnum at styrkja yrkisútbúgvingarøkið. Landsstýriskvinnan í mentamálum hevur greitt nevndini frá, at hon arbeiðir við málinum um at styrkja yrkisútbúgvingarnar og korini hjá teimum, sum er undir útbúgving. Tí tekur meirilutin ikki undir við uppskotinum, men mælir tinginum frá at samtykkja tað. Minnilutin, Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin, tekur undir við uppskotinum. Jógvan á Lakjuni og Bjørn Kalsø siga, at eingin ivi kann vera um, at politiski myndugleikin eigur at gera tað, sum ber til, at økja tilgongdina av lærlingum, og miðað eigur at verða ímóti at útbúgva fólk til okkara tørv. Tí er tíðin kanska komin til at umrøða ein sjálvbodnan kommunureform. Tað heldur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn og formaður í Kommufelagnum. Kommunufelagið hevði aðalfund í gjár, og í formansrøðuni segði Heðin Mortensen millum annað, at eftir at eldraøkið er lagt út til kommunurnar, eru sjey samstarvsøki umframt Tórshavnar Kommunu, sum taka sær av eldrarøkt og barnavernd. Hetta merkir í veruleikanum, at uppgávur fyri hundraðtals milliónir í stóran mun liggja í fyrisitingarligum eindum uttanfyri kommunurnar, og tí kann sigast, at kommunurnar eru í ferð við at byggja upp nýggjar fyrisitingarligar eindir, sum bygnaðarliga liggja ímillum land og kommunur. Vit hava 30 kommunur, men samstundis hava vit sjey millumkommunalar eindir at fyrisita tungu málsøkini hjá kommununum, í summum førum fullkomiliga uttanfyri kommunalu eindirnar annars, segði Heðin Mortensen í formansfrágreiðingin. Hann heldur tí, at stundin er komin til sjálvrannsakan. Kanska stundin er komin til at umrøða ein sjálvbodnan kommunureform Ella eina skipan, har nakrar kommunur fyrisita tey fíggjarliga og fyrisitingarliga tungu málsøkini, meðan aðrar keypa sær tænastur , segði Heðin Mortensen í formansrøðuni. Í Tvøroyrar kommunu minkaði talið við 29 fólkum, í Vági við 18 fólkum, í Hvalba við 11 fólkum, í Hovi eru tey 8 færri, í Fámjin eru tey 5 færri og í Sumba eru tey trý fólk færri. Samgonguflokkarnir taka ikki undir við uppskotinum frá Sambandsflokkinum, um at øll lærlingaløn verður endurrindað, meðan lærlingar eru í skúla, í góð fýra ár, til tess at fáa fleiri lærlingar. Meirilutin í mentanarnevndini sigur, at undir viðgerðini í nevndini er komið fram, at átakið at hækka afturberingina úr 75 prosentum upp í 100 prosent fyri tíðina. Tá lærlingurin er í skúla, ger tað einsamalt ongan mun, og eigur at verða partur av einum størri átaki. Arbeiði eigur at verða fyrireikað í samstarvi við vinnuna og partarnar á arbeiðsmarknaðinum. Minnilutin í mentanarnevndini, Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurinm, mælir tinginum til at samtykkja uppskotið frá Sambandsflokkinum. Teistanevndin, sum vegna kommunurnar í Sandoynni støðugt roynir at fáa farleiðina betri, serliga fyri oyggjafólkið, hevur fleiri ferðir víst Strandfaraskipum Landsins á tørvin á eini netskipan til ferðaseðlakeyp. Tað hevur enn ikki eydnast Teistanevndini at frætta, hvussu gongst við at fáa eina slíka netskipan at virka, hóast tað eftirhondini eru meira enn tvey ár síðani, at nevndin legði ynskið og uppskot til loysn fyri Strandferðsluni, hóast Strandferðslan hevur lovað, at ein netskipan skuldi koma fyri ein dag í januar 2016. Føroya fremsti svimjari, Pál Joensen, megnaði í kvøld at svimja undir OL kravtíðina í 1500 metrum og koma fyrstur á mál. Kravtíðin var 15.07.54 og vábingurin svam tíðina 15.04.13. Tað merkir, at Pál skal kappast á Olympisku Leikunum í Rio de Janeiro í summar. Tveir svimjarar sleppa við til OL fyri Danmark í 1500 metra frísvimjing, og tí var alneyðugt hjá Páli, ikki bara at svimja undir kravtíðina, men eisini at enda millum tveir teir fremstu. Pál megnaði tað, men tað gjørdi kappingarneytin, Anton Ørskov Ibsen, ikki. Hann var tríggjar hundraðpartar ov stuttur. Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag, ið eisini luttók í 1500 metra finaluni, vann bronsu. Tíð hansara var 15.38.41. Í gjárkvøldið gjørdist Óli danmarkarmeistari í 800 metra frísvimjing. Í Javnaðarflokkinum eru bæði borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, og borgarstjórin á Tvøroyri, Kristin Michelsen. Við broytingaruppskotinum skal ikki bara støða takast til, um løgtingsfólk hjá flokkinum kunna sita í tinginum og vera borgarstjóri samstundis. Støða skal eisini takast til, um tað skal bera til at hava eitt fulltíðarstarv afturat tingmannastarvinum, sama um, hvat starv talan er um. Familjurnar eru 12 í tali seks børn og seks vaksin. Tey eru muslimar og hava øll upplivað, at heim teirra varð bumbað í Sýria, áðrenn tey tóku til rýmingar móti griksku oynni. Tvær av familjunum eru úr høvuðsstaðnum í Sýria, Damaskus, meðan triðja familjan er úr Deir Azzor, sum er eitt økið, ið er hersett av Islamska Statinum, skrivar Vatikanið í eini kunngerð. ES hevur við nýggjari avtalu við Turkaland roynt at steðgað flóttafólkastreyminum til griksku oyggjarnar. Avtalan inniber, at fyri hvønn, sum verður sendur aftur til Turkalands, skal ES taka ímóti einum flóttafólki, sum longu er komið til Evropa. Tær tríggjar familjurnar, sum nú hava fingið loyvið at fara við pávanum til Rom, vóru komnar til Lesbos, áðrenn avtalan varð undirskrivað. Í hesi seinastu sendingini tekur Jóan Pauli Joensen saman um sumt av tí, hann hevur granskað í 50 ár. Legði fyri við grindadrápi í 60unum. Úrslitið kom út í bók á enskum í 2009. Hann granskaði siðvenjur um brúdleyp og hjúnalag, sum kom út í bókini I ærlige brudefolk í 2003. Seinasta stóra takið eru bøkurnar Ból og biti um føroyskan mat og matsiðir, sum kom á hansara 70 ára degi í 2015. Høvuðsverkini eru enn, sum áður, ritgerðirnar um lívið við sluppunum og lívið hjá fiskafólkunum á landi. Jóan Pauli fekk doktaraheiti í Lund fyri sluppfiskimenninar og í rhus fyri fiskafólkini. Ísland er lættari at selja, ti har fáa vit tær hotellsengur, okkum tørvar, stendur í ársfrágreiðingini hjá P f Smyril Line fyri 2015. Bæði ferðafólk og persónbilar sleppa ókeypis við strandfaraskipunum síðsta vikuskiftið í mai, tó undantikið til Mykinesar, tí tann leiðin er útveitt. Vit hoyra tvær søgur, sum eru myndabøkur. Tað er Bárður Oskarson, sum skrivar og teknar. Fyrst fer Pætur Marjunarson Dahl at lesa Stríðið um tað góða grasið og so kemur søgan um Pól hin kula giraffin. Meira enn 2500 fólk eru løstað. Jarðskjálvtin í Ekvador, sum var leygardagin, er tann ringasti í søgu landsins. Hann varð mátaður til 7,8 á Ricther stiganum. Nógvir bygningar eru rapaðir, og forsetin sigur, at tað, sum hevur størstan týdning, er at bjarga fólki úr húsatoftunum. Undantaksstøða er lýst í Ekvador eftir jarðskjálvtan. At Føroyar ikki hevur egnan limaskap í OL, hevur avleiðingar. Um so var, hevði svimjarin, Óli Mortensen, eisini havt ognað sær luttøku í OL í 400 metra frísvimjing. Umframt svimjing, verður tikið samanum fótbóltin um vikuskiftið. samband við at countrylegendan Merle Haggard andaðist í farnu viku, minnast vit Haggard í hesari sending. Lagt til rættis Petur Rouch. Vit hoyra millum annað Lørdagsvalsen við Freddy Kristoffersen og You Belong To My Heart við Ebbe Jularbo. Lagt til rættis Hanna og Terji Jakobsen. Strandferðslan fyrireikar í løtuni eitt tilmæli til Samferðslumálaráðið. Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at strandfaraskipini eru farin at eldast, og skulu tí javnan i dokk. Tí kemur tað væl við at hava eitt eykaskip tøkt. Men semja varð ikki um at læsa framleiðsluna fasta á tí stigi, hon er í dag. Ivaleyst er til av á marknaðinum, og tí fellur prísurin. Ein tunna av norðsjóvarolju kostar nú slakar 41 dollarar. Tað eru góð fimm prosent minni enn fríggjadagin, tá ein tunna av norðsjóvarolju kostaði góðar 43 dollarar. Í januar setti lági oljuprisurin met. Tá var hann minni enn 30 dollarar fyri tunnuna. Síðani er prísurin hækkaður nakað. Tá oljuprisurin var í hæddini í 2012, kostaði tunnan meira enn 120 dollarar. Lági oljuprísurin rakar oljuframleiðandi londini meint, men av tí at OPEC londini eru so ósamd um at avmarka útboðið, eru útlit til, at oljuprísurin ikki hækkar aftur í bræði. Iran sendi avboð til OPEC fundin í gjár, og tí varð greitt, at eingin semja bleiv. Saudiarabia kravdi, at øll limalondini skuldu vera á einum máli um at avmarka oljuframleiðsluna. Altjóða tiltøk hava rakt Iran í mong ár. Tí leingjast iransku myndugleikarnir eftir inntøkum frá oljuvinnuni, sum er størsta útflutningsvinna í landinum. Iran vil tí ikki skerja oljuframleiðsluna. Tað er niðurstøðan hjá Løgtingsins Umboðsmanni, sum hevur viðgjørt eina kæru um Fíggjarmálaráðið. Tað er TAKS og ikki Fíggjarmálaráðið, sum er skattamyndugleiki í Føroyum. Tískil er tað TAKS, sum viðger og tekur avgerðir í skattamálum. Av tí sama er tað eisini TAKS, sum letur innlit í skjøl viðvíkjandi skattaviðurskiftum í Føroyum. Í februar søkti Eivind Jacobsen, sum starvast fyri útvarpsrásina R7, Fíggjarmálaráðið um innlit í skjøl frá Fíggjarligum Støðufesti til Fíggjarmálaráðið í sambandi við skattamálið hjá Eik Banka. Tí beindi Fíggjarmálaráðið eisini innlitsumbønina frá Eivindi Jacobsen til TAKS, sum tók avgerð um ikki at lata innlit. Hesa mannagongd kærdi Eivind Jacobsen til Løgtingsins Umboðsmann, tí hann helt Fíggjarmálaráðið rann undan ábyrgd. Løgtingsins Umboðsmaður tekur kortini ikki støðu til, um tað var rætt av TAKS at nokta innlit í skjølini frá Fíggjarligum Støðufesti til føroysku skattamyndugleikarnar um Eik og frádráttin í sambandi við, at kollsigldi bankin var endurreistur. Áðrenn Løgtingsins Umboðsmaður tekur støðu til avgerðina hjá TAKS, má Eivind Jacobsen kæra til bæði kommunalu skattakærunevndina í Havn og Skatta og avgjaldskærunevndina hjá landsstýrinum. Umframt at hava kært Fíggjarmálaráðið í sambandi við Eik skattamálið, hevur Eivind Jacobsen eisini kært Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, til landsstýrismálanevndina. Hon hevur starvast sum deildarstjóri hjá TF Holding, ið keypti Eik. Eivind Jacobsen vil hava at vita, um hon í tí starvinum hevði nakað við skattamálið at gera. Um so er, heldur hann vera ógegniga at hava nakað við málið at gera nú. Landsstýrismálanevndin skal viðgera kæruna um Kristinu Háfoss á fundi í morgin. ÍSF hevur í løtuni samráðingarvið altjóða olympisku nevndina um føroyskan limaskap, men talan er um eitt trupult mál, sum kann draga út. Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, og verji hjá ítróttinum. Føroyskur limaskapur í altjóða olympisku nevndini er aftur komin á breddan, nú føroyskir svimjarar hava staðið seg so mikið væl til Danish Open kappingina um vikuskiftið, at svimjarin Óli Mortensen kláraði kravtíðina til OL í 400 metrum frí, men ikki sleppur at vera við, tí Føroyar ikki hava sjálvstøðugan limaskap í IOC. Fyri einum ári síðani var táverandi løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, á fundi við Thomas Bach, forseta í Altjóða Olympisku Nevndini, um møguleikan fyri at ganga føroysku umsóknini um limaskap frá 1984 á møti. Arbeitt verður framhaldandi við málinum, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður. Tað eru ikki øll børn í Føroyum, sum hava tað gott. Tí kemur eisini javnan fyri, at fólk boða Barnaverndini frá, soleiðis at tey børnini, sum eru fyri vansorgan, kunnu fáa hjálp. Í síðstu viku sóu vit í Degi og Viku, at síðan Barnaverndarlógin kom í gildið fyri 10 árum síðan, og fráboðanarskyldan bleiv herd í 2012, hava barnaverndartænasturnar í landinum fingið fleiri fráboðanir um vansorgan. Í morgunsendingini greiddi Beinta Dalbø frá. Hon hevur drúgvar royndir á hesum økinum, tí hevur hon arbeitt á barnaøkinum í nógv ár, hevur verið limur í høvuðsbarnaverndini og hevur eisini arbeitt sum stovnsleiðari. Sambært henni er tað av alstórum týdningi, at fólk tora at boða frá, tá tey halda, at eitt barn er fyri vansorgan. Meðan øll vanlig fólk kunnu boða frá ónavngivin, so er øðrvísi við fakpersónum sum til dømis stovnsleiðarum og námsfrøðingum. Júst tað, at fakpersónar ikki kunnu boða frá vansorgan og vera ónavngivin, er ein trupulleiki, tí Føroyar eru so smáar, og øll kenna øll onkursvegna. Men har er tað, at eg haldi, at tað er umráðandi, at hugsað verður fyrst og fremst um barnið, sigur Beinta Dalbø. Tær eru báðar sjúkrarøktarfrøðingar og eru við í áhugabólkinum FÁ3 undir Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Leygardagin skipa tey fyri einum almennum hjartastartaradegi, sum verður í SMS í Havn. Hetta fyri at veita frálæru í lívbjargandi viðgerð, fær onkur hjartasteðg. Tað ringasta, fólk kunnu gera, er einki at gera, eru boðini frá sjúkrarrøktarfrøðingunum, sum nú vilja læra føroyingar at brúka hjartastartaran og geva lívbjargandi viðgerð. Pætur Marjunason Dahl sigur, at uppgávan hjá filmshúsinum kann býtast í fýra partar. Í fyrsta lagi at menna føroyska filmslist, í øðrum lagi at hava virknan leiklut, tá filmsstudningur verður latin, í triðja lagi samband við umheimin og at varpa altjóða ljós á føroyskan film og í fjórða lagi at virka sum filmssavn. Tey eru fleiri, sum eru eitt sindur ørkymlað um tað ringa veðrið, sum hevur verið um vikuskiftið og í morgun, og so tað, at lombini nú koma undan. Hevði tað verið betri, um lembingin ikki var fyrr enn tíðliga í mai, heldur enn nú ella um eina viku Tað er ein spurningur, fleiri lurtarar hava sent Góðan morgun Føroyum, sum bað Siggert Patursson, formann í Bóndafelagnum, svara hesum. Eg kundi tað sama doyð handan dagin, men eg plagi at siga, at Gud vildi tað øðrvísi. Soleiðis sigur Finn Johannesen, sum er føddur og uppvaksin í Klaksvík, men býr í dag í Vági. Í sendingini Vegamótinum fortelur hann um eina hending í Mikladali fyri 17 árum síðan. Ein hending, ið hann sjálvur lýsir sum ein skakandi tilburð. Finn Johannesen kundi henda dagin endað sínar dagar niðri í fjørðuni í Mikladali, men lagnan vildi tað øðrvísi. Eftir hendingina fór Finn Johannesen at hugsa meir um lívið og raðfestingarnar. Í Vegamótinum fortelur Finn Johannesen um sjálva hendingina og eisini, hvussu upplivingin fekk hann at broyta lívsáskoðan og fáa onnur virði í lívinum. Á, sum Panama er vakurt, er myndabók, sum Anja Tell týddi úr týskum. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2009. Páll Danielsen lesur. Velbastaður er annars ein gomul landbúnaðarbygd, sum framvegis gongur undan á tí økinum. Um 220 fólk búgva á Velbastað, og har eru ikki færri enn tveir skúlar við til samans 100 børnum. Ein samd rættarnevnd mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið frá Miðflokkinum, um at lata foreldrum 50.000 krónur í útgjaldi, hava tey rætt til minni enn hesa upphædd í sambandi við barnsburð. Rættarnevndin vísir á, at barsilsskipanin er ein arbeiðsmarknaðarskipan, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum fíggja, og hevur bara til endamáls at tryggja løntakarar ímóti lønarmissi í sambandi við barnsburðarfarloyvi. Foreldur, sum tjena so lítið, at tey ikki røkka upp á 50.000 krónur til samans í barsilsútgjaldi, eru ella eiga at vera undir øðrum skipanum. Sambært ákæruvaldinum hevur maðurin svikað fyri 600.000 krónur. Maðurin varð dømdur eitt árs treytaða fongsulsrevsing og royndartíð upp á tvey ár. Umframt eitt árs fongsulsrevsing og royndartíð, skal maðurin rinda arbeiðsgevara sínum tær 600.000 krónurnar aftur, umframt at maðurin er dømdur 200 tímar í samfelagstænastu. Stýrið fyri Ítróttarháskúlan í Suðuroy hevur sett Gudmund Joensen sum leiðara fyri Ítróttarháskúlan. Gudmundur er 32 ára gamal og hevur havt eina lívsleið innan ítrótt, bæði sum frítíðar ítróttarmaður og sum yrkisítróttarmaður. Gudmundur Joensen hevur á ítróttarleið síni verið virkin bæði innan súkling, svimjing, renning, fótbólt, kappróður og triathlon. Gudmundur er útbúgving múrari og hevur eisini átt og rikið egna fyritøku í fleiri ár. Seinastu árini hevur hann, umframt eina leið sum yrkisítróttarmaður, verið varaleiðari í Svimjihøllini í Gundadali. Gudmundur Joensen byrjar í starvinum 1. mai 2016. Tað vóru fýra umsøkjarar til starvið. Tað gingu næstan trý ár frá tí, at uttanhýsis grannskoðararnir hjá EIK boðaðu bankanum frá, at EIK neyvan hevði rætt til nakran skattafrádrátt, til EIK loksins kunnaði TAKS um ivamálini hjá grannskoðarunum. Fíggjarmálaráðið fylgdi røttu mannagongdunum, tá ráðið beindi eina innlitsumbøn til TAKS at taka støðu til, heldur enn sjálvt at viðgera umbønina. Kæran var frá Eivindi Jacobsen, útvarpsmanni á R 7, ið vildi hava innlit í samskiftið millum Fíggjarligt Støðufesti og Fíggjarmálaráðið. Eivind Jacobsen hevur eisini kært Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, til Landsstýrismálanevndina, tí hon hevur starvast sum deildarstjóri hjá TF Holding, ið keypti EIK Banka. Eivind Jacobsen vil hava at vita, um hon í tí starvinum hevði nakað við skattamálið hjá EIK at gera. Um so er, heldur hann hana vera ógegniga at hava nakað við málið at gera nú. Landsstýrið hevur sett eina millión krónur av í kørmunum til fíggjarlógina fyri 2017. Pengarnir skulu brúkast til at seta filmshús á stovn. Men tað eru ikki øll, ið halda, at hetta er tað skilabesta fyri føroyska filmsvinnu. Tað verða ikki nógvir pengar til filmslist, um tann eina milliónin á játtanarkarminum skal brúkast til eitt filmshús og ein at stjórna húsinum. Tað veit Hanna Jensen, forkvinna í mentanarnevnd Løgtingsins. Sjálv sær hon upp á peningin sum eina byrjan, sigur hon millum annað í samrøðuni. 350 fólk hava latið lív og fleiri túsund fingu skaða, tá ein jarðskjálvti, máldur til 7,8 á Richter talvuni, skakaði Ekvador um vikuskiftið. Undantaksstøða er lýst í fleiri landspørtum. Ólaf ur Ragn ar Gríms son, for seti Íslands, stillar upp aftur. Tað boðaði hann frá seinnapartin, tá tíðindafundur var á Bessastøðum, ið er embætisbústaður forsetans. Gudmundur Joensen er 32 ára gamal. Sum ítróttarmaður hevur hann verið virkin frítíðar og yrkisítróttarmaður innan súkling, svimjing, renning, fótbólt, kappróður og triathlon. Størsti gekkavinningur nakrantíð fór fríggjakvøldið, og í dag var hann handaður hepna vinnaranum. Pengarnir skulu millum annað brúkast til eini hús, sigur Petur Johansen. Høg kinnabein, stór eygu, smala nøs og stórar varrar hetta er ofta tað idealið, ið verður víst í mótabløðum. Men tað eru allarhelst ikki allar kvinnurnar, ið hava hetta. Tað finnast nevnliga nógvir mátar at snýta seg fram til, hvussu tú á rættan hátt fært tey vakrastu brøgdini í andlitinum fram. Jóhanna Niclasen vísir tær hvussu. Jóhanna Niclasen hevur leingi sminkað øðrum, vegleiðir gjøgnum sín blogg og er nú byrjað uppá sjónbond. Jóhanna hevur eina avslappaða, ærliga persónligheit og fer tær næstu vikurnar at læra frá sínum royndum. Klokkan hálvgum seks seinnapartin fekk Sjóbjargingarstøðin boð frá Norðborg um, at russiska skipið hevði mist ein mann. Lazurnyy var staddur suðuri móti føroyska markinum. Sjóbjargingarstøðin, MRCC, fekk samband við russiska skipið og fekk at vita haðani, at ein maður var horvin. Hann var ikki at finna umborð. Norðborg, Ísleifur, Jupiter, Christian í Grótinum, Næraberg og Lazurnyy leitaðu. Tyrlan kom á staðið beint fyri klokkan sjey, og Norðborg samskipaði leitingina. Líkindini at leita vóru vánalig, okkurt um 20 metur s, og aldan var góðar sjey metrar høg, men sýnið var toluligt. Leitað varð til ikki bar til at leita longur fyri myrkri. Men leitingin gav ikki úrslit, upplýsir MRCC. Royndarverkætlanin við serflokkinum, sum í sjey ár hevur hildið til í bygningum, ið fyrrverandi Venjingarskúlin í Havn ráddi yvir, verður nú skipað sum varandi sertilboð í Skúlanum á Fløtum. Tað skrivar Skúlablaðið . Frá 1. mars í ár er serflokkurin skipaður sum serskild eind við toymisleiðaranum, Suna Jacobsen, sum hevur verið lærari í serflokkinum í fleiri ár. Serflokkurin hevur egin høli, sum hóska til endamálið, og játtanin er markað til serflokkin. Starvsfólkatal og samanseting veldst um næmingasamansetingina og tørvin hjá tí einastaka næminginum í tilboðnum. Allir næmingar hava eitt kontaktfólk. Undirvísingin verður skipað við støði í persónligu , sosialu og fakligu fortreytunum hjá einstaka næminginum. Serflokkurin er fyri næmingar í 4. 10. flokki. Ein upptøkubólkur er skipaður, og í honum eru umboð fyri Sernám, toymisleiðarin og skúlaleiðarin, sum taka næmingar inn í serflokkin. Serflokkurin, sum byrjaði fyri sjey árum síðan, hevði fýra næmingar fyrsta árið. Í ár eru 30 næmingar í flokkinum, tríggjar gentur og 27 dreingir. Serflokkurin er til næmingar, sum av ymiskum grundum ikki fáa nøktandi undirvísing í fólkaskúlanum. Mentamálaráðið ætlar at skipa líknandi tilboð um landið. NATO upplýsir, at amerikanska sjóverjan hevur biðið um at fáa 21 milliónir dollarar til Keflavík støðina í Íslandi orsakað av økta kavbátavirkseminum hjá Russlandi. Í farnu viku upplýsti NATO, at fýra F 15C Eagle flogfør verða send til Íslands. Amerikonsku stríðsflogførini skulu hava støð í Keflavík. Økta virksemið hjá Russlandi norðan fyri Ísland hevur elvt til størri eftirlit við havleiðunum millum Grønland, Ísland og Bretland. Russisku kavbátarnir hava langtberandi vápn, ið eru sera neyv, og russisk langtberandi bumbumflogfør hava eisini flogið norðanfyri, skrivar norska TV2. Í november flugu tvey russisk TU 160 Blackjack flogfør yvir norsku strondini móti Íslandi, áðrenn tey settu kós móti Gibraltar og síðani víðari til Sýria við krússararakettum í lastini. Í Keflavík fer USA at uppstiga hangarin til eisini at kunna hýsa einum eftirlitsflogfari. Í 2006 løgdu amerikanarar Keflavík støðina niður. Nú verður støðin mannað við 160 starvsfólkum. Undir Kalda Krígnum hevði støðin í Keflavík stóran týdning fyri USA og NATO, og nærum 5.000 amerikanarar vóru á støðini í Keflavík. Leitað verður framvegis eftir einum av manningini, sum russiska skipið, Lazurnyy, misti seinnapartin í gjár. Í dag leitar bara Brimil har suðuri móti føroyska markinum. Tað var klokkan hálvgum seks seinnapartin ígjár, at Sjóbjargingarstøðin fekk boð frá Norðborg um, at russiska skipið hevði mist ein mann. Lazurnyy var staddur suðuri móti føroyska markinum. Hóast tyrla og skip leitaðu so leingi, tað var ljóst, eydnaðist ikki at finna mannin. Sjóbjargingarstøðin, MRCC, fekk samband við russiska skipið og fekk at vita haðani, at ein maður var horvin. Hann var ikki at finna umborð. Norðborg, Ísleifur, Jupiter, Christian í Grótinum, Næraberg og Lazurnyy leitaðu. Tyrlan kom á staðið beint fyri klokkan sjey, og Norðborg samskipaði leitingina. Leitað varð til ikki bar til at leita longur fyri myrkri. Men leitingin gav ikki úrslit, upplýsir MRCC. Nú leitar Brimil, og sambært MRCC er veðrið gott á leiðini. Tamarhald er á eftirlitinum við, hvussu bøndur spræna mykju í Tórshavna Kommunu. Tað heldur í øllum førum Tórshavnar Kommuna sjálv. Tí vil Mikael Viderø, tekniskur stjóri, ikki gera samrøðu við útvarpið um, hvussu kommunan ætlar at hava eftirlit við trimum bøndum, sum hava fingið undantaksloyvi frá Umhvørvisstovuni at spræna mykju omanfyri 250 metra hædd. Herfyri kom annars undan kavi, at Tórshavnar Kommuna í fleiri førum hevur svikið sína eftirlitsskyldu við bøndum, sum spræna mykju. Millum annað í Havnadali, har mykjað í fleiri førum hevur flotið omaná í Sandá og í Sandágerði, hóast tað er bannað at spræna í áir. Eisini myndir úr Kollafirði, av Norðadalsskarði og úr Kaldbaksbotni vísa, hvussu bøndur hava sprænt ólógliga í Tórshavnar Kommunu. Kommunan hevur skyldu til at hava eygu við, at hesar reglurnar verða virdar og respekteraðar. Tað er nógv, sum týðir uppá, at kommunurnar ikki røkja sína skyldu sum eftirlitsmyndugleiki. Tað var niðurstøðan hjá Bjørn á Heygum, advokati, eftir at sjónvarpið 15. mars hevði víst honum myndirnar av ólógligari mykjuspæring, millum annað fleiristaðni i Tórshavnar Kommunu. Súni Petersen á Umhvørvisstovuni, sum í síðstu viku gav undantaksloyvi til taðing omanfyri 250 metra hædd í Tórshavnar Kommunu, viðgekk mikudagin, at eftirlitið hjá kommunum er ikki nóg gott og at hann hevur tosað við Tórshavnar Kommunu um trupulleikan. Kringvarpið hevur í fleiri førum spurt seg fyri, hvussu Tórshavnar Kommuna fer at hava eftirlit við bøndunum, ið nú hava undantaksloyvi. Í skrivligum svari, sigur Mikael Viderø, at kommunan koyrir runt og hyggur um taðað verður sambært ætlanum. Hann metir tí ikki, at grundarlag er fyri samrøðu við útvarpið. Hetta hóast Kringvarpið, ein advokatur og Umhvørvisstovan hava víst á, at Tórshavnar Kommuna ikki hevur røkt sítt eftirlit við bøndum, sum spræna mykju. Kærunevndin sigur í niðurstøðuni, at hon ikki metir Zakarias Wang at vera partur í málinum, og tí metir nevndin ikki, at hann hevur rætt at kæra. Nevndin sigur eisini, at um borgarin heldur, at tunnilsfelagið fremur lógarbrot, so kann hann venda sær til Samferðslumálaráðið, sum varðar av tunnilsverkætlaninni. Hann hevur nógv at fegnast um í hesum døgunum. Sunleif Rasmussen er biðin um at gera tónleik í samband við, at Aarhus skal verða evropiskur mentanarhøvuðsstaður í 2017. Tað fekk hann boð um mánadagin, og týsdagin gjørdist smílið upp aftur størri, tá hann vann donsku útgevaravirðislønina Carl Prisen í flokkinum Stórt orkestur tað var fyri hansara Synphony nummar2 The Earth Anew . Soleiðis sær kosturin út hjá teimum fólkunum, sum eta veganskt. Tað merkir tó ikki, at tey ganga svong og einki eta, tí mat, tað fáa tey. Maturin er bara nokkso nógv øðrvísi enn tann maturin, flest onnur okkara eta. Guðrun Mortensen og Una Nielsdóttir Galán liva veganskt. Tað vil siga, at tær eta einki, ið kemur frá djórum og brúka heldur einki, sum hevur havt við djór at gera. Tað byrjaði við, at eg las okkurt á netinum um veganarar, og onkursvegna gav tað bara meining. Eg elski djór og havi bara ikki hug at eta tey. Harafturat snýr hetta seg eisini um at eta heilsugott og hugsa um umhvørvið, so tí eri eg veganari, sigur Guðrun Mortensen. Eg hevði í nøkur ár havt trupulleikar við búkinum og hevði ofta pínu, og tá eg so fyri tveimum árum síðani var á háskúla hitti eg ein veganara, og so gjørdi eg eina roynd at leggja kostin um. Líka síðani eg fór at liva sum veganari havi eg havt tað nógv betri, eri ikki líka troytt og eri sloppin av við pínuna í búkinum, fortelur Una Nielsdóttir Galán. Í morgunsendingini fortaldu tær um veganska lívsstílin, og harafturat høvdu tær ymiskan veganskan mat við í útvarpsstovuna, sum vertirnir smakkaðu. Tað halda fólk, sum búgva í miðbýnum, og í gjárkvøldið varð skipað fyri einum borgarafundi, har parkeringsviðurskiftini hjá teimum, sum búgva ella hava handilsvirksemi í miðbýnum, blivu umrødd. Ein trupulleiki er, at fólk, ið reka fyritøku í miðbýnum, meta, at tey missa inntøku, av tí at kundar fáa ikki parkeringspláss og velja tí at fara aðrastaðni. Vit, sum búgva í miðbýnum, hava trupulleikar av, at vit hvønn tíma noyðast at fara út í bilin at stilla p skivuna, tí tað er bara loyvt at hava bilin standandi í ein tíma. Og so eru tað tey, sum búgva uttan fyri sonuna, men sum ikki hava parkeringspláss, tí tað verður brúkt av eitt nú starvsfólkum í SMS og so framvegis, sigur Mena Joensen. Sum skilst ætlar Tórshavnar kommuna at geva serliga parkeringsloyvi til eini 60 húski, sum búgva í miðbýnum, soleiðis at tey ikki fáa bøtur, men tað loysir ikki allan trupulleikan, heldur Mena Joensen. Felagið upplýsir ikki, hvussu nógv er latið fyri fermeturin. Talan er millum tíggju og tjúgu eigarar í hvørjari oynni, sigur Teitur Samuelsen, stjóri í partafelagnum. Lendi er eisini leigað til at seta arbeiðsskúrar á. Tá arbeiðið er liðugt, verður tað lendið latið aftur í tí standi, tað var, tá felagið leigaði tað, sigur Teitur Samuelsen. Hvussu hevði verið, um børn ongar keyptar leikur høvdu Tad hava tey í barnagardinum á Teigunum á Sandi royndir vid, tí í apríl hava tey leikufrían mánað. Børnini spyrja als ikki eftir teimum vanligu, keyptu leikunum, sum vit hava goymt burtur í sambandi við leikufría mánaðin. Ístaðin hava tey sjálvi tilevnað ymiskar leikur, hava málað, teknað, spælt spøl, hoppa band og so framvegis, sigur Petrina Nolsøe. Sjálvandi verður starvsfólkið á onkran hátt eisini tvungið til at hugsa meira kreativt og finna upp á nýggj ting, men eg haldi, at tað stimbrar bara hugflogið, sigur Petrina Nolsøe og vísir somuleiðis á, at leikufríi mánaðurin mennir hugflogið hjá børnunum. Hetta er fyrstu ferð, tey hava roynt ein leikufrían mánað, men nú tá apríl mánaður hevur gingið so mikið væl, er ikki óhugsandi, at dagstovnurin fer at hava ein slíkan mánað onkuntíð aftur. Fíggjarliga byrðan er ov tung at bera hjá kommununi við sínum 87 íbúgvum, sigur Eyðdis Ellendersen, borgarstjóri í Fámjins kommunu. Tað hevur leingið ljóðað, at vit skulu skunda okkum at fáa børn. Jú fyrr, tess betri. Men nú vísir nýggj gransking, at ikki er neyðugt við slíkum skundi. Kanningin vísir, at eldri mammur, til dømis um 40 ára aldur, fáa børn, sum eru hægri, fáa betri karkater og hava størri sannlíkindi fyri at koma inn á lærdan háskúla. Sambanber tú tvey systkin, sum eru fødd við 20 ára millumbili, fer barnið, sum varð føtt, tá mamman var í 40 inum, at brúka eitt ár meira til at útbúgva seg í enn systur ella bróðurin, sum varð føddur, tá mamman var í 20 unum. Orsøkin til hetta er, sambært Science Daily, at frá at mamman átti fyrsta barnið til hon eigur næsta barnið, eru nógvar broytingar hendar í samfelagnum, millum annað í mun til umhvørvið, sum ger, at barn nummar tvey hevur betri fortreytir. 1,5 miliónir menn og kvinnur vóru við í royndini, sum kannaðu lutfallið millum aldurin á mammuni tá barnið varð føtt og hædd, likamliga støðu, karakterir í studentaskúla og útbúgvingina, sum tey tóku. Uppskotið hjá Innlendismálaráðnum um at selja teimum, sum brúka streym í staðin fyri olju til upphiting, bíligari streym, verður broytt, áðrenn tað kemur úr Rættarnevndini. Bæði løgfrøðingar hjá landsstýrinum og hjá Løgtinginum leggja landsstýriskvinnuna í innlendismálum undir at vilja krevja skatt við kunngerð, hóast skattur bara kann ásetast við lóg. Rættarnevndin, sum hevur lógaruppskotið, fer at viðgera tað aftur í morgin. Eins og Lógartænastan hjá Løgmansskrivstovuni ivast Løgtingsskrivstovan stórliga í heimildini at gera mun á viðskiftafólkunum hjá SEV, nú ætlanin er, at nøkur skulu gjalda minni enn onnur. Báðar løgfrøðiligu eftirkanningarnar gera ta niðurstøðu, at her er talan um skatt. Landsstýrið kann ikki, sum lógaruppskotið sigur, áseta elprísir, sum eru at meta sum skattur, í kunngerð. Bara Løgtingið kann við lóg áseta skatt og avgjøld. Tað kann ongantíð gerast við kunngerð frá landsstýrinum, siga løgfrøðingarnir hjá løgmanni og Løgtinginum. Í lógaruppskotinum hjá Sirið Stenberg stendur, at landsstýrismaðurin fær heimild at góðkenna, at ymiskir elprísir verða ásettir fyri ymiskar kundabólkar. Í Innlendismálaráðnum eru tey ósamd við tulkingina hjá Lógartænastuni á Løgmansskrivstovuni og hjá løgtingsumsitingini. Munur er longu á prísunum hjá SEV, og hevur verið tað leingi, vísir Innlendismálaráðið á. Tey, sum brúka nógvan streym, fáa hann bíligari enn hini. Men fyri at uppskotið ikki skal detta burtur, er Sirið Stenberg sinnað at broyta tað. Løgtingsumsitingin kann biðja løgtingsformannin spyrja formansskapin, um hann skal biðja tingið burturvísa uppskotinum, tí tað er brot á stýriskipanina. Jens Marius Hentze er skopuningur, abbasonur kenda handilsmannin og byggimeistaran Jens Marius Poulsen. Jens Marius var í 40 ár lærari í Tórshavnar Kommunuskúla og legði frá sær fyri 10 árum síðani. Hann hevur stóran áhuga fyri bygdasøguni og hevur skrivað um mangt, sum hann hevur granskað. Mamman var nevnd Fía í Skopun og pápin var Adrian Hentze, eisini úr Skopun. Fía var bæði í Havn, Danmark og Íslandi á yngri árum, og Adrian var í 20unum í Kanada við trolara. ÍSF fær onga serstaka játtan at senda føroysk ítróttafólk til altjóða kappingar. Løgtingið hevur felt uppskotið frá Fólkaflokkinum um at marka 1,2 milliónir í játtanini til ÍSF til altjóða luttøku. Uppskotið fekk bara átta atkvøður, 13 vóru ímóti, og tvær vóru blankar. Samgonguflokkarnir í mentanarnevndini mæltu tinginum frá at samtykkja uppskotið. Meirilutin metti tað vera skeivt at gera broytingar í stuðulsjáttanini til ÍSF á fíggjarlógini fyri ár. Játtanin til ÍSF er hækkað 2,4 milliónir krónur seinastu trý árini, og meirilutin helt tað ikki vera rætt at leggja seg út í innanhýsis viðurskifti hjá ÍSF. Minnilutin, Jógvan á Lakjuni, mælti til at samtykkja uppskotið. Minnilutin, Bjørn Kalsø, skeyt upp, at landsstýrið framvegis skal raðfesta játtanina til ÍSF í 2017 og í framtíðini. Svartur roykur legði seg um miðbýin í Havn seinnapartin. Eldur kyknaði í einum viðfestisvogni hjá RIB62, ið kom koyrandi gjøgnum býin. Vognurin verður vanliga nýttur sum skrivstova og goymsla, tá felagið skipar fyri túrum úr eitt nú Vágsbotni. EIK sendi eitt tíðindaskriv út í dag, har bankin rættleiðir tíðindaflutningin seinastu dagarnar. Men Eik vil enn ikki taka støðu til eitt upprit, sum grannskoðarin Spekt skrivaði í 2014 um, at Eik ikki hevði rætt til skattafrádráttin, sum bankin hevði tikið sær. Trivnaðarnevndin hevur aftur í dag fundast um hjúnabandslógina. Ætlanin var, at nýggja álitið skuldi leggjast fram í dag, men tað verður í morgin, sigur Katrin Kallsberg, forkvinna í trivnaðarnevndini hjá Løgtinginum. Trý ár eru liðin síðani landið yvirtók herstøðina á Sornfelli og aðrar ognir í Føroyum frá danska statinum. Men enn er eingin støða tikin til, hvat søguliga fjallið frá kalda krígnum skal brúkast til. Henrik Old hevur Landsverk og ognir landsins undir sær, men hann hevur als ikki viðgjørt spurningin um Sornfelli, síðani hann gjørdist landsstýrismaður. Demokratiska forsetavalevnið Hillary Clinton og republikanarin Donald Trump fara væntandi at vinna undanvalini í New York, heldur Tóri Højgaard, løgfrøðingur, ið fylgir væl við undanvalinum í USA Ein samd Vinnunevnd tekur undir við uppskotinum hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, um at strika revsingina fyri ikki at boða frá grind. Hóast ferðavinnan hevur funnist at fráboðanarskylduni, at øll hava skyldu at boða frá grind, so heldur Fiskimálaráðið, at neyðugt er at halda fast um fráboðanarskylduna. Frá 1986 til í fjør, tá nýggja grindalógin kom, var ikki revsivert at bróta fráboðanarskylduna ikki at siga frá, tá fólk síggja grind. Og verandi skipan við ongum lágmarki tryggjar ikki loyniliga atkvøðugreiðslu, tí nógv valstøð hava fáar veljarar. Á okkurt um triðja hvørjum valstaði eru færri enn hálvthundrað veljarar. Í sambandi við nýggju kommunuvallógina mælti Demokratia til at seta í lógina, at javnstøða millum kvinnur og menn skal vera á listunum til kommunuval í einari royndartíð, sum er tvey ella trý valskeið. Men Innlendismálaráðið sigur í viðmerkingunum um lógaruppskotið, at tað var ikki partur av lógararbeiðinum at taka støðu til, hvussu javnstøðan í kommunustýrunum er og um lóggevast skal um hana. Býráðið samtykti í gjárkvøldið at játta pengarnar. Húsavarðatænastan, sum hevði lægra tilboðið upp á arbeiðið, hevur fingið arbeiðið. Sambært rammuavtalu millum kommununa og Bústaðir skal kommunan skeyta Bústøðum Kommunuskúlan, tó ikki lonina við Tróndargøtu, har sum fimleikarhøllin er. Samgongumboðini í mentanarnevndini søgdu, at tá bygt verður út, og íløgur verða gjørdar í amboð og útgerð á miðnámsskúlaøkinum, eiga tær at verða raðfestar eftir einum heildarsjónarmiði, ið verður galdandi fyri ymsu útbúgvingarnar og ymsu økini í landinum. Meirilutin segði seg hava álit á, at landsstýriskvinnan í sínum raðfestingum metir um tørvin á at útbyggja tekniska skúla og at útvega nýggj tól og amboð til skúlan. Minnlutin í mentanarnevndini, umboðini fyri andstøðuna, vísti millum annað á, at verkstøðini á tekniska skúla í Klaksvík ikki eru dagførd, síðani tey vórðu bygd seinast í 80 unum. Tí er neyðugt at geva skúlanum møguleika at útvega nyggjast amboðini, so næmingarnir verða kunnaðir um tær arbeiðsumstøður, sum eru á byggimarknaðinum nú, segði minnilutin í mentanarnevndini. Tingið hevur felt uppskotið hjá Sambandsflokkinum, um at øll lærlingaløn verður endurrindað, meðan lærlingar eru í skúla, fyri at fáa fleiri lærlingar. Meirilutin í mentanarnevndini segði, at undir viðgerðini í nevndini er komið fram, at átakið at hækka afturberingina úr 75 upp í 100 prosent fyri tíðina, tá lærlingurin er í skúla, ger einsamalt ongan mun, og eigur at verða partur av størri átaki. Minnilutin í mentanarnevndini, Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurinm, mælti tinginum til at samtykkja uppskotið frá Sambandsflokkinum. Hillary Clinton vann týdningamikla undanvalið hjá demokratunum í gjár í statinum New York, og við hesum nærkast hon við stórum fetum tilnevningini sum valevniðtil forsetavalið 8. november. Mett út frá valfólkum, er 68 ára gamla Hillary Clinton framman fyri 74 ára gamla Bernie Sanders, sum tó undan valinum í New York hevur vunnið í sjey av teimum seinastu átta tatunum, har undan val hevur verið. Sambært uppskoti, sum Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, legði fram í dag, fæst ikki longur frádráttur fyri rentur av lánum, sum fólk taka at keypa partabrøv fyri. Lógarbroytingin fer at kosta landskassanum hálvu aðru millión krónur um árið, men rúm er fyri tí, tí á fíggjarlógini er ikki roknað við, at prístalið lækkar. Sostatt eru tær 700.000 krónurnar, sum landskassin kundi spart við at minka lestrarstuðulin eftir prístalinum, við á fíggjarlógini í ár. Misjavnt er, hvat kommunurnar í teimum ymsu økjunum fíggjarliga fáa burtur úr samstarvinum um heimatænastuna á eldraøkinum, men tað ber illa til at broyta tað nú, sigur stjórin í Kommunufelagnum. Bæði Vestmanna kommuna og Fámjins kommuna hava víst á, at yvirtøkan av eldraøkinum er ein fíggjarlig byrða, sum kann fáa avleiðingar fyri onnur øki í kommununum. Eyðun Christansen, stjóri í Kommunufelagnum, væntar, at tað verður torført at broyta leistin fyri, hvussu pengarnir frá landinum verða býttir. 2. mai fer Kommunufelagið á fund við landsstýriskvinnuna í fíggjarmálum, har møguligar loysnir skulu viðgerast, so summar kommunur ikki fáa eina meirútreiðslu av yvirtøkuni av eldraøkinum. Játtanin til ÍSF er hækkað 2,4 milliónir krónur seinastu trý árini, og meirilutin helt tað ikki vera rætt at leggja seg út í innanhýsis viðurskifti hjá ÍSF. Minnilutin, Bjørn Kalsø, skeyt upp, at landsstýrið framvegis skal raðfesta játtanina til ÍSF í 2017 og í framtíðini, og í tí sambandi seta eina hóskandi upphædd av at styrkja altjóða luttøku. Kári P. Højgaard, tingmaður í Nýggjum sjálvstýri, er farin at ótolnast eftir fíggjarnevndini, sum síðani í heyst hevur viðgjørt uppskotið frá Nýggjum sjálvstýri um, at allar grønar hitaskipanir, sum til dømis jarðhiti og fjarhiti, skulu sleppa undan meirvirðisgjaldi. 18. februar bað fíggjarnevndin løgtingsformannin um at leingja freistina at leggja fram álit í málinum, tí landsstýriskvinnan í orkumálum tann dagin hevði lovað nevndini, at hon fór at koma við einum broytingaruppskoti, og at nevndin saman við landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum ger neyðugar útrokningar. Fíggjarnevndin væntaði, at arbeiðið fór at taka einar 4 5 vikur, og bað um at fáa freistina at leggja álit fram longda til eftir páskir, tað er eftir 1. apríl. Løgtingsformaðurin boðaði frá, at tingið á einum seinni fundi fer at atkvøða, um málið skal takast úr fíggjarnevndini og koma aftur í tingið. Ruth Vang, forkvinna í fíggjarnevndini, sigur, at viðgerðin hevur drigið út, millum annað tí at fíggjarlógarviðgerðin var fyri, og tí fíggjarnevndin vildi hava uppskotið útgreinað, bæði hjá landsstýriskvinnuni í orkumálum og landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, samanborið við orkupolitikkin hjá landsstýrissamgonguni. Talan er um eitt leinki, sum tú fært sendandi frá einum av tínum Facebook vinum. At síggja til, sær tað út sum eitt vanligt leinki, men um tú trýstir á leinkið er galið. Eftirlitismyndugleikin er ikki nóg effektivur, sigur formaðurin í Maskinmeistarafelagnum, Páll Hansen, sum eisini er formaður í Norðurlendska Maskinmeistarafelagnum. Annar er formaður í Sambandsflokkinum, hin formaður í Tjóðveldi. Annar er grótharður vestmenningur, hin hoyvíkingur um ein háls. Í kvøld skulu VÍF og H71 spæla fyrsta FM finaludystin í hondbólti. Bárður á Steig Nielsen og Høgni Hoydal eru samdir um, at talan verður um ein tættan og spennandi dyst. Dýri Biðidagur, verður skipað fyri stórum kórtiltaki í Norðurlandahúsinum undir heitinum Kórfestivalur 2016 . 11 kór úr øllum landinum hava meldað luttøku og eisini verður skipað fyri einum felagskóri, sum Tróndur Bogason hevur skrivað eitt verk til. Hetta er annar kórfestivalur, sum skipað verður fyri eftir hesum leisti. Festivalurin avloysir traditionellu kórstevnuna yvir tveir, tríggjar dagar, sum skipað hevur verið fyri í mong ár. Nýggja kórtiltakið er ein dag, tí tað er lættari at fáa fólk at vera við, tá tiltakið ikki varir fleiri dagar. Leiðari í felagskórinum í ár er Tóra Vestergaard, ið er ættað av Tvøroyri og hevur útbúgving í sangi og kórleiðslu frá Syddansk Musikkonservatorium, og eitt nú leiðir føroyska Húsakórið í Keypmannahavn. Arbeiðið sum heilsuhjálpari verður ikki virt í nóg stóran mun. Tað heldur Durita Jacobsen, ið lærir til heilsuhjálpara á heilsuskúlanum í Hovi. Harafturat arbeiðir hon á á ellis og røktarheiminum Hamragarði í Vági. Sambært henni kemur tað alt ov ofta fyri, at hon og onnur, sum arbeiða sum heilsuhjálparar, hoyra setningin ná, so tú ert reyvavaskari , tá tey greiða frá um sítt yrki. Og tað, heldur hon, er niðrandi. Eg haldi ikki, at fólk vita serliga nógv um okkara arbeiði, og hvat tað er, vit í roynd og veru gera, meðan vit eru til arbeiðis, sigur Durita Jacobsen og heldur fram At hjálpa eldri fólki við eitt nú reinføri er sjálvandi ein partur av okkara arbeiðsuppgávum, men at kalla okkum reyvavaskarar og halda, at tað er tað einasta, vit gera, er ikki rætt, sigur Durita Jacobsen. Fyrradagin skrivaði hon eina dagføring á Facebook, sum av álvara hevur verið við til at varpa ljós á heilsuhjálparar og teirra arbeiði. Í morgunsendingini fortaldi Durita um dagføringina, reaktiónir frá fólki og eisini um sítt starv. Jenis av Rana, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, er í hesum døgum á fundi í Norðurlandaráðnum, og hann hevur tí biðið løgtingið um farloyvi. Karsten Hansen fekk triðflestar atkvøður á listanum hjá Miðflokkinum á løgtingsvalinum 1. september. Hann fekk 206 persónligar atkvøður. Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur um donsku sendistovuna í Brasil latið brasilsku myndugleikunum umsókn, so teir kunnu kanna, um heilsufrøðiliga skipanin í Føroyum samsvarar við hana, ið Brasil væntari av eini slíkari skipan. Mentamálaráðið fær tey 40 prosentini, sum Tórshavnar kommuna eigur í Læraraskúlanum, Venjingarskúlanum og vøllinum sunnan fyri skúlarnar. Harafturat fær Mentamálaráðið niðastu lonina í Venjingarskúlanum, lonina, sum er granni hjá Fimleikarhøllini. Hana eigur Tórshavnar kommuna nú alla sum hon er. Samstundis gjørdu kommunan og Fróðskaparsetrið í november í fjør samstarvsavtalu um lestrarbýling, kampus, á Frælsinum og á Debesartrøð. Ein loysn má finnast, sigur landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, nú bæði Vestmanna kommuna og Fámjins kommuna eru ónøgdar við fíggjarleistin í heimatænastuni á eldraøkinum. Kommunurnar halda, at tað er ikki samsvar millum útreiðslurnar hjá teimum og pengarnar frá landinum, sum fylgja við yvirtøkuni á eldraøkinum. Løgtingið hevur felt uppskotið frá Miðflokkinum, um at løgmaður og landsstýrisfólk, sum eru fólkavald, eisini kunnu vera í løgtinginum. Ein samd rættarnevnd mælti tinginum frá at samtykkja uppskotið, og tá atkvøtt varð við aðru viðgerð í dag, vóru bert tríggjar atkvøður fyri og 21 ímóti. Uppskotið snúði seg um at broyta stýrisskipanina, men broytingar í stýrisskipanini krevja sera góða fyrireiking, segði rættarnevndin. Heldur enn bara at taka eina grein burturúr og gera broytingar í henni, eigur øll stýrisskipanin at vera eftirhugd og dagførd. Í teirri viðgerðini kann spurningurin um løgtingssessir og landsstýrissessir takast við, segði nevndin. Hetta hevði havt við sær eina nógv størri arbeiðsbyrðu hjá samgongulimunum, tí helvtin teirra ella stívliga tað kundi ikki vera við í nevndararbeiðinum, segði rættarnevndin í álitinum. Undir yvirskriftini Rættleiðing til KVF , skrivaði forstjórin í Eik, Súni Schwartz Jacobsen, fyrrapartin í gjár eitt tíðindaskriv á heimasíðu bankans. Í Degi og Viku var víst á, at uttanhýsis grannskoðararnir hjá Eik, KPMG í Danmark, longu í mars 2013 gjørdu bankan varugan við, at sambært donsku siðvenjunum hevði heimild neyvan verið fyri skattafrádráttinum, soleiðis sum Eik hevur kannað sær hann. Sama søgan varð endurtikin í einum uppriti frá grannskoðaravirkinum Spekt í mars 2014. Tá kom Spekt til niðurstøðuna, at Eik neyvan hevði rætt til skattafrádráttin, hvørki sum rakstrartap ella goodwill. Í gjár sendi Eik so eina rætting til fjølmiðlarnar, har Eik førdi fram, at Kringvarpið hevði stytt setningarnar, soleiðis at tað gav eina skeiva fatan av, hvat grannskoðararnir søgdu. Í sendingini var steðgað við eitt komma, sum hevði vent søguni 180 stig , skrivaði Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í Eik, í gjár. Dagur og Vika royndu í allan gjár at fáa eina viðmerking frá Súna Schwartz Jacobsen, so hann kundi greiða frá, hvat tað var, sum hann helt, vendi søguni 180 stig. Nú oljuprísurin er komin niður á 43 dollarar fyri tunnuna, merkist lági prísurin ikki nóg væl hjá okkum. Hann átti at verið nógv lægri. Tað heldur Elsbeth Mercedis Gunnleygsdóttir í Fólkaflokkinum, sum spurdi landsstýriskvinnuna í orkumálum, Sirið Stenberg, tá ófráboðaðir fyrispurningar vóru í tinginum fyrrapartin. Sirið Stenberg helt spurningin vera áhugaverdan, men bað Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir um at seta sær ein skrivligan fyrispurning um málið. So er flaggdagur og Jensina Olsen fer at vitja Jógvan Arge, sum veit nógv um Merkið. Aftaná eru vit á Ovastaloftinum, saman við Jensinu og Snúta. Bárður Kass Nielsen í Nýggjum Sjálvstýri spurdi í dag løgmann, um hann hevur givið tingfólkum í samgonguni boð um ikki at skriva undir eitt uppskot frá Sambandsflokkinum, sum skal geva samkyndum rættindi uttan at broyta hjúnabandslógina. Øll andstøðan skrivaði undir uppskotið, men tað vantaði ein undirskrift frá samgonguni, so tað kundi verða lagt fram, segði Bárður Kass Nielsen. Aksel V. Johannesen, løgmaður, vísti aftur, at hann hevur givið samgonguni nøkur boð. Løgmaður segði, at uppskotið frá Sambandsflokkinum er til samtyktar ikki lógaruppskot og tað broytir einki. Jørgen Niclasen í Fólkaflokkinum segði, at samgongan vil ikki skriva undir uppskotið frá Sambandsflokkinum, tí hon veit, at meiriluti er fyri tí í tinginum. Nevndin hevur enn einaferð býtt seg í meiriluta og minniluta. Meirilutin, sum er samgonguflokkarnir, hevur eisini eitt broytingaruppskot. Fyrstu finalurnar eru á skránni í kvøld í Vestmanna og í Havn. Klokkan 18.30 Kyndil Neistin Beinleiðis í útvarpinum Klokkan 20.00 VÍF H71 Beinleiðis í útvarpinum Leygardagin ber eisini til at síggja báðar finalurnar beinleiðis á kvf.fo Klokkan 15.00 Neistin Kyndil Beinleiðis í útvarpinum Beinleiðis sjónvarp á kvf.fo Klokkan 18.00 H71 VÍF Beinleiðis í útvarpinum Beinleiðis sjónvarp á kvf.fo Um neyðugt verður við einari ella tveimum finalum afturat sunnudagin, verða tær eisini útvarpaðar og stroymaðar við beinleiðis sjónvarpi á kvf.fo Elin á Rógvi lesur bókina, Alda. Rannvør Isholm hevur skrivað og Bjørk Bjarkadóttir hevur teknað. Bókadeild Føroya Lærarfelags gav út í 2015 Kjak. Við støði í teimum sendingunum, sum verið hava um tær kristnu samkomurnar í Føroyum tær farnu vikurnar, var ein kjaksending um evnið í sjónvarpinum. Við í kjakinum vóru Bergur D. Joensen, Fólkakirkjan, Tom Skaale fyri Heimamissiónina, Justinus Eliassen, Brøðrasamkoman og Tummas Jacobsen Hvítusunnurørslan. Teir tosaðu um hvønn týdning munirnir millum samkomurnar hava, og um orsøkin til munirnar rætt og slætt er, at Bíblian er ógreið. Eisini varð tosað um hvønn týdning kristindómurin hevur fyri tað føroyska samfelagið. Er tað til dømis kristindómurin sum ger, at so fáar kvinnur eru í føroyskum politikki. Og er tað fordømingin hjá teimum kristnu samkomunum sum ger, at næstan øll tey samkyndu rýma av landinum Lagt til rættis Sjúrður Skaale. Politiið veit nú, hvørjir teir tríggir menninir eru, sum sunnumorgunin skulu hava lagt á ein 48 ára gamlan mann við Klubbagarðinum í Havn. Fólk vendu sær til politiið við upplýsingum, og í gjárkvøldið kunngjørdi politiið í tíðindaskrivi, at tað hevði funnið gerningsmannin, sum partvíst hevur játtað seg sekan. Hóast teir ikki eru undir illgruna fyri beinleiðis at hava verið við í harðskapinum, kunnu teir verða ákærdir fyri at vera samsekir. Politiið hevur ikki áður havt nakað við hesar menninar at gera, og tí var ikki so lætt at finna teir í fyrsta umfari. Menninir eru ikki úr Havn. Kanningarnar í málinum halda fram í dag. Politiið vil framvegis frætta frá fólki, sum halda seg vita okkurt um hetta mál, sum byrjaði klokkan tíggju minuttir í fýra sunnumorgunin. 48 ára gamli maðurin hevur sagt við politiið, at hann stóð og bíðaði eftir einum hýruvogni við Klubbagarðin, tá hann varð álopin og sligin niður. Uttanlandsnevndin hjá løgtinginum mælir beinleiðis tinginum til at fella uppskotið hjá Miðflokkinum um at Føroyar senda skip í Miðjarðarhavið at bjarga flóttafólkum. Ein samd Uttanlandsnevnd sigur, at hon hevur fingið at vita frá landsstýrismanninum í uttanríkismálum, at hann arbeiðir ítøkiliga við at greina, hvussu mest fæst burtur úr pengunum, sum løgtingið hevur sett av til flóttafólk. Hon krevur, at fiskimenn skulu ikki bara búgva í Føroyum, men eisini vera skrásettir í Landsfólkayvirlitinum fyri at fáa minstuløn. Ein onnur broyting er, at nú er loyvdi bornfrádrátturin av bruttoavreiðingarvirðinum 3.000 krónur fyri línu og 1500 krónur fyri bátar, sum royna við øðrum reiðskapi. Um vikuskiftið svam Pál Joensen undir kravtíðina til Olympisku Leikirnar, sum verða í Rio de Janeiro í summar, og í gjár varð greitt, at eisini Krista Mørkøre úr Klaksvík skal svimja kapp í Brasil í summar. Í tíðindaskrivi boðar ÍSB frá, at Krista Mørkøre skal svimja 50, 100 og 400 metrar frísvimjing á paralympisku leikunum í Rio í september. Í 2007 fekk Krista Mørkøre ein svull í heilan. Svullurin elvdi til, at høgra síða á andliti hennara er lammað og at hon stundum hevur óstýriligur rørslur í høgra armi og beini. Men tað tók kortini ikki mótið frá Kristu Mørkøre at svimja kapp, og nú skal hon vegna Føroyar svimja í sterkasta bólkinum á paralympisku leikunum. Tað sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, sum í fyrr í vikuni skrivaði undir eina avtalu við danska fíggjarmálaráðharran, Claus Hjort Frederiksen. Sambandsflokkurin sigur í tíðindaskrivi, at ríkisveitingin verður tiðnað aftur beinanvegin, kemur flokkurin aftur í landsins leiðslu. Ríkisveitingin er ein rættur, ið Føroyar hava, og hon er ein náttúrlig umfordeiling í ríkinum. Harumframt er veitingin beinleiðis fígging til fólkapensjón og onnur sosial øki í Føroyum, til dømis heilsuverk og serforsorg , sigur Bárður Nielsen formaður í Sambandsflokkinum. H71 hevur verið gjøgnum alt kappingarárið verið oddalið í landskappingini, men í gjárkvøldið blivu teir settir upp á pláss í Vestmanna. Eftir dystin segði Áki Egilsnes, sum bleiv toppskjútti í dystinum við tíggju málum, at hóast teir vunnu stórsigur, so er framvegis einki avgjørt. Leygardagin skulu vit til Hoyvíkar, og har er sera torført at vinna, so vit taka einki fyri givið, segði Áki Egilsnes aftaná dystin. Sambært Jørgeni Niclasen, løgtingsmanni, sum spurdi Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, um innbúgvskeypið, hevur prísur ongan týdning í Heilsu og innlendismálaráðnum. Bara nøkur útvald sluppu at bjóða. Innkeypsportalurin varð ikki brúktur, og tikið varð ikki av lægsta boðnum, hóast boðið var út av nýggjum, tí prísurin skuldi vekta meira. Sirið Stenberg svarar, at sambært rundskrivi um Keypsportalin skulu keyp minni enn 800.000 krónur ikki bjóðast út alment. Heilsu og innlendismálaráðið bað um tilboð frá fýra fyritøkum. Samanumtikið hevði Stocholm besta tilboðið, tá alt verður tikið við, prísur, snið, funksjón og góðska. Serliga er hetta eyðsæð í sambandi við innbúgvið til fundarhølið, stendur í svarinum hjá Sirið Stenberg. Heilsu og innlendismálaráðið legði dent á lutfallið millum góðsku og kostnað, bíligasta tilboðið var ikki avgerandi, verður sagt í svarinum til Jørgen Niclasen. Tórshavnar kommuna skal viðgera eina kæru um innlitsumbøn frá Kringvarpinum av nýggjum. Tað hevur Løgtingsins umboðsmaður gjørt av. Kringvarpið kærdi um viðgerðina av eini umsókn um innlit í málið um uppihaldstrappuna í Vágsbotni. Umboðsmaðurin vísir millum annað á, at viðgerðin hjá kommuni var á ein slíkan hátt, at tað var ógjørligt hjá tí, sum bað um innlit, at síggja, at hann ikki hevði fingið innlit í øll skjølini í málinum. Samanumtikið heldur umboðsmaðurin, at viðgerðin var ikki nøktandi, og biður tí Tórshavnar kommunu um at viðgera málið av nýggjum. Føroyski landsliðsvenjarin, Jóhan Petur á Stongum, og hjálparvenjari hansara, Kristian Mikkelsen, hava í vikuni úttikið 18 spælarar til HM EM kappingini, sum verður í Havn í mai HB hevur stórar avbjóðingar. Spælið ímóti B68 var út av lagi vánaligt á síðsta triðinginum, sigur fótbóltsviðmerkjarin hjá Kringvarpinum. Tilsamans 80 kvinnur eru í kórinum, allar við ymsari kórbakgrund. 53 teirra koma til Føroya at hava konsert í Havnar kirkju leygardagin klokkan fimm. Góðan morgun Føroyar skifti orð Silja Aðalsteinsdóttir, ið er ein av Senjorítunum. Hon greiddi frá ymsu upplivingunum, kórið hevur saman og so fortaldi hon eisini um sína fyrstu Føroyaferð, sum var í 1976. Fyri at hjálpa at náa hesum hugsjónum, skipar felagsskapurin Kris fyri ráðstevni komandi viku. Felagsskapurin hevur fingið eina meirjáttan frá landsstýrinum uppá 500.000 krónur, sum skal brúkast til upplýsandi arbeiði um kynsligan ágang. Ráðstevnan, sum verður í Norðurlandahúsinum 28. apríl hevur eina skrá, sum er sera áhugaverd, lærurík og gevur fakfólki, mynduleikum, fjølmiðlum, politikarum og almenninginum innlit í trupla evni um kynsligan ágang. Skrivað verður undir avtaluna á stórari hátíðarløtu á ST høvuðsborgini í New York í morgin, og tá fer danski orku og umhvørvismálaráðharrin, Lars Christian Lilleholt, at binda Danmark til at halda ásetingarnar í avtaluni. Gunnar Holm Jacobsen, deildarstjóri á Uttanríkistænastuni, sigur við grønlendska kringvarpið, at umhvørvismyndugleikarnir í Føroyum hava verið jaligir um avtaluna, men at Innlendismálaráðið er ikki komið til nakra niðurstøðu, tí málið er ikki liðugt viðgjørt enn. Gunnar Holm Jacobsen leggur afturat, at føroyskir myndugleikar hava tosað við danskar myndugleikar, og at Føroyar fara at boða dønum frá, um landsstýrið ætlar at taka undir við avtaluni ella ikki, áðrenn hon verður sett verk. Grønlenska landsstýrið hevur boðað dønum frá, at tað tekur ikki undir við avtaluni, tí hon forðar fyri, at námsvinnan kann mennast fullvæl, og kann tí fara at kosta Grønlandi dýrt. Gudmund Bruun varð borin í heim 1891 í prestagarðinum í Miðvági. Pápin Emil Bruun og mamman Dora Topp vóru prestahjún. Tá Gudmund var fimm ára gamal flutti húskið til Danmarkar. Við teimum fóru føroysk genta. Soleiðis kundi Gudmund halda á at tosa føroyskt. Hann hevði stóran alsk til landið og fór blaðungur aftur til Føroya fyri at læra seg at tosa málið rætt. Hann varð prestur í Haselager, men hann hevði alstóran týdning fyri føroyingar í Danmark. Hann prædikaði á føroyskum, meðan tað heima í Føroyum ikki varð loyvt at prædika á móðurmálinum. Hann var arbeiðssamur maður og nógv liggur eftir hann. Hann hevur týtt og umsett eina rúgvu av sálmum. Stafettina hevur Julia Jacobsen. Julia er elst av trimum systkjum. Hon er barnvaksin undir Gøtueiði. Hon er gift og eigur fimm børn. Hon starvast sum lærari. Hóast hon hevur svára giktasjúku, so megnar Julia at vera positiv. Hon hevur nógv góð fólk rundanum seg, sum hon virðismetir sera nógv. Vit hava verið til venjing hjá Havnar hornorkestri, sum venur til stevnuna, og eisini tosa vit við Trónd Enni frá Tvøroyrar hornorkestri Asbjørn Senior varð fyrsta hálva árið í Føroyum seldur fleiri ferðir aftur og fram úr Vági til ymisk feløg í Thorsamtakinum í Hósvík, sum høvdu makrelkvotur, sum Asbjørn Senior so fiskaði. Uppskotið hjá Nýggjum Sjálvstýri, um at allar grønar hitaskipanir skulu sleppa undan meirvirðisgjaldi, verður liggjandi í fíggjarnevndini. Tá atkvøtt varð fyrrapartin, stóð á jøvnum 13 atkvøður vóru fyri og 13 ímóti, og tvær vóru blankar og tí var ikki meiriluti fyri at fáa uppskotið úr fíggjarnevndini. Tá fíggjarnevndin í februar bað um at fáa freistina longda at leggja álit fram, varð roknað við, at nevndararbeiðið fór at taka 4 5 vikur aftrat. Ruth Vang, forkvinna í fíggjarnevndini, segði við útvarpið fyrr í vikuni, at viðgerðin hevur drigið út, millum annað tí at fíggjarlógarviðgerðin var fyri, og tí fíggjarnevndin vildi hava uppskotið útgreinað, bæði hjá landsstýriskvinnuni í orkumálum og landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, samanborið við orkupolitikkin hjá landsstýrissamgonguni. 532 tilvildarliga valdir persónar, eldri enn 18 ár, eru spurdir, um teir taka undir við, at hjúnabandslógin verður broytt soleiðis, at tvey av sama kyni kunnu giftast borgarliga. Eins nógvar kvinnur og menn eru fyri, og serliga yngri bólkurin av føroyingum tekur undir við, at samkynd kunnu verða borgarliga vígd. Í bólkinum 25 til 39 ár eru 76 prosent fyri og 19 prosent ímóti. Tá aldursbólkurin hækkar, minkar munurin. Av teimum, sum eru 60 ár og eldri, eru 53 prosent fyri og 40 prosent ímóti. Í Suðurstreymoy eru 79 prosent fyri, og í Sandoynni eru 75 prosent fyri. Í Norðoyggjum eru 45 prosent ímóti, og 43 prosent eru ímóti í Eysturoynni. 89 prosent av framsóknveljarum eru fyri, 83 prosent av tjóðveldisveljarum, 75 prosent av javnaðarveljarum, 62 prosent av veljarunum hjá Nýggjum Sjálvstýri, og 50 prosent av veljarunum hjá bæði Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum eru fyri. Tað eru serliga tveir sangir, sum fólk minnast Eagle Eye Cherry fyri, tí Falling In Love Again og Save Tonight vóru sera nógv spældir síðst í nítiárunum. Harvið er talan um ein bólk, sum fevnir um eina aðra fjøld enn eitt nú Sivas, sum Voxbotn eisini kunngjørdi herfyri. Eagle Eye Cherry kemur til Føroya við fullum orkestri, og fyriskipararnir rokna við einari rimmar konsert í Vágsbotni í Havn tann 25. juni. Ert tú ein av teimum, ið javnan klikkir við myndatólinum, so hevur tú nú møguleikan at fáa tína mynd við í framsýningina Eitt ár í Føroyum og í eina bók eina myndabók um okkara samtíðarsøgu her í Føroyum. Skalt tú hava møguleika at vera við í serstøku verkætlanini, so er einasta kravið, at myndin er tikin millum flaggdagarnar 2016 og 2017. Tað er Norðurlandahúsið, sum tekur stig til myndakappingina, og í morgunsendignini fortaldi Sif Gunnarsdóttir, stjóri í Norðurlandahúsinum, um spennandi myndaverkætlanina. Tað fær onga ávirkan á játtanina til Glasir, at Handilsskúlin er brúktur í makaskiftinum við Tórshavnar kommunu, so Mentamálaráðið fær Læraraskúlan og Venjingarskúlan til Fróðskaparsetrið. Í langtíðarløguætlanini, sum landsstýrið gjørdi í 2013, varð roknað við, at Mentamálaráðið skuldi selja bygningar fyri 60 milliónir krónur í 2016. Mentamálaráðið ætlaði at selja Handilsskúlan og hallirnar hjá Tekniska skúla, tá Marknagilsdepilin, sum hann tá kallaðist, er liðugur. Tá, í 2013, søgdu fimm seks ára gamlar metingar, at hallirnar eru verdar 37 milliónir krónur og Handilsskúlin 34 milliónir krónur. Ein samd vinnunevnd tók undir við uppskotinum hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, um at strika revsingina fyri ikki at boða frá grind. Hóast ferðavinnan hevur funnist at fráboðanarskylduni, at øll hava skyldu at boða frá grind, so heldur Fiskimálaráðið, at neyðugt er at halda fast um fráboðanarskylduna. Frá 1986 til í fjør, tá nýggja grindalógin kom, var ikki revsivert at bróta fráboðanarskylduna ikki at siga frá, tá fólk síggja grind. Aðalstjórin í Mentamálaráðnum viðgjørdi kæruna frá starvsfólkum á Søvnum Landsins um stjóran, bæði fyri og eftir at ráðið metti seg vera ógegnigt at viðgera hana. Ein frásøgn frá fundi 27. januar vísir, at Mentamálaráðið royndi at fáa partarnar at tosa seg til sættis, áðrenn Mentamálaráðið metti seg vera ógegnigt í fráboðan til løgmann góðar tvær vikur seinni, tann 11. februar. Á fundinum í Fútarættinum í gjár vóru advokaturin, sum hevur kravt tvingsilsuppboðið, og advokaturin hjá nøkrum, sum hava krav móti reiðaríinum South Pelagic í Vági. Í seinasta roknskapinum hjá felagnum, sum er kunngjørdur, hann er frá 2014, er skuldin hjá felagnum 14,5 mio. krónur , men eginognin er negativ. Fyri fíggjarligum skyldum felagsins til lánveitarar, góðar 11,7 milliónir krónur , eru lýstar veðsetingar í Grunnabarði 31 milliónir krónur , stendur í roknskapinum. Og so stendur, at leiðslan ásannar, at eginpeningur felagsins er negativur, 464.000 krónur , og tí hevur felagið mist allan felagskapitalin. Men leiðslan metir útlit vera fyri einum lønandi rakstri hjá felagnum í framtíðini. Og tí ber til at endurvinna eginpeningin við avlopi frá rakstri komandi árini. Men tað bar ikki til. Á fyrireikandi fundinum í gjár varð boðað frá sjóveðrættarkrøvum frá Runavíkar havn og Vágs havn. Væntað er, at sjóveðrættarkrav eisini kemur frá Hirtshals havn, tí har Grunnabarð ligið leingi. Grunnabarð, sum er bygdur í 1979, varð keyptur til Føroya úr Noregi í februar 2013 at fiska ídnaðarfisk. Nú hevur hann eingi fiskirættindi í Føroyum. Tilráðingarnevndin hjá TF Holding peikaði á Birgir Nielsen, Ingibjørg Berg, Johonnu á Bergi og Jákup Egholm Hansen, sum var nevndarlimur, men stóð til val. Annika Waag stóð til val, men var ikki millum tey, sum tilráðingarbólkurin peikaði á. Hon stillaði kortini upp, og aðalfundurin valdi hana aftur í nevndina. Birgir Nielsen, sum tilráðingarnevndin peikaði á, varð somuleiðis valdur, meðan Jákup Egholm Hansen, sum hevur stuðlað fyrrverandi formanninum Gunnari Í Liða, fall. Hetta merkir, at Gunnar Í Liða hevur mist sínar stuðlar í nevndini Jan Muller og Jákup Egholm Hansen, men enn er ikki greitt, hvønn Karl Birgir Isaksen og Birgir Nielsen stuðla sitandi formannium, Arna Brattaberg ella Gunnar Í Liða. Tað er tó greitt, at Annika Waag hoyrir til veingin hjá Ingeborg Godtfred og sitandi formanninum Arna Brattaberg, sum gjørdist formaður við lutakasti, eftir at Skráseting Føroya hevði ógyldað formansvalið av Gunnari í Liða eftir seinasta aðalfund. Nevndin í TF Holding er sostatt mannað av Arna Brattaberg, Gunnari í Liða, Ingeborg Godtfred, Birgir Nielsen, Anniku Waag og Karl Birgir Isaksen. Fleiri hús á Hvítanesi fingu skaða í sambandi at sprongt verður fyri vegaføring til Skálafjarðartunnilin. Løgreglan fekk fráboðan um óhappið stutt fyri klokkan hálvgum fimm seinnapartin. Jákup Danielsen býr á Hvítanesi, og hansara hús hava fingið skaða. Hoyr samrøðuna við Jákup Danielsen og Steinovl Petersen, stjóra í J og K Petersen, sum arbeiðir á Hvítanesi. Sjeynda umfar í Effo deildini er nú avgreitt, og føroyameistararnir í B36 síggja út til at hava funnið stevið aftur eftir nøkur ivasom úrslit í seinastu dystunum. Árstalsfelagið vann toppdystin móti NSÍ 3 1 við málum frá Sebastian Pingel, Róaldi Jakobsen og Lukaszi Cieslewicz. Klæmint A. Olsen skoraði málið fyri runavíkingar. AB og KÍ fingu hvør sítt stig og hvør sítt mál á Argjum, og í Fuglafirði endaði dysturin millum ÍF og Skála 2 2. Víkingur vann 2 1 á TB í Gøtu, og HB vann 1 0 á B68 í Gundadali. Í tíðargrein í blaðnum skrivaði hann haraftrat, at málið setur TAKS í ringt ljós og at tað er ógvuliga tyngjandi fyri TF holding. Málið er háðan ímóti Fíggjarligum Støðufesti, sigur fyrrverandir formaðurin í EIK, sum var umboð fyri Fíggjarligt Støðufesti í bankanum. Í dag svarar núverandi formaðurin, Torben Nielsen, aftur í tíðargein, undir yvirskriftiri Jørn Astrup hansen glemte et par ting. Har hann hevur skrivað glemte í gásareygum. Torben Nielsen, sum er valdur aftur til formann fyri EIK fyrrapartin av eigaranum, sum er TF Holding, sigur í síni grein til miðlarnar, at Jørn Astrup Hansen hevur gloymt at greiða frá sínum egna leikluti, tá hann viðgerð EIK í tíðargreinini, og hann endurgevur haraftrat granskoðarafyritøkuna Deliotte fyri at siga, at EIK HEVUR rætt til at avskrivað tapið, tí tað ER rætt at rokna frá, nær fyruitøkan var stovnað og ikki frá byrjunarstøðuni, sum Astrup annars vil vera við. Haraftrat sigur núverandi nevndarformaðurin, at nevndin og leiðslan í EIK Banka kennir seg intimideraða av fryvverandi formanninum og afturvísir øllum ákærum um villeiðingar og skattasnýt. Ein 60 ára gamal maður er dømdur fyri at hava smuglað tvey kilo av hasji inn til Føroya, og fyri at hava ætlanir um at selja hasjið í Føroyum. Tað var hundurin hjá tollvaldinum, sum á flogvøllinum gjørdi vart við, at okkurt var í viðførinum hjá manninum. Maðurin varð tikin til eyka eftirlit, og tá funnu tolalrarnir tvey kilo av hasji fjalt í viðførinum. Á fundinum í Fútarættinum í gjár vóru advokaturin, sum hevur kravt tvingsilsuppboðið, og advokaturin hjá nøkrum, sum hava krav móti reiðaríinum South Pelagic í Vági. Í seinasta roknskapinum hjá felagnum, sum er kunngjørdur, hann er frá 2014, er skuldin hjá felagnum 14,5 mio. krónur , men eginognin er negativ. Fyri fíggjarligum skyldum felagsins til lánveitarar, góðar 11,7 milliónir krónur , eru lýstar veðsetingar í Grunnabarði 31 milliónir krónur , stendur í roknskapinum. Og so stendur, at leiðslan ásannar, at eginpeningur felagsins er negativur, 464.000 krónur , og tí hevur felagið mist allan felagskapitalin. Men leiðslan metir útlit vera fyri einum lønandi rakstri hjá felagnum í framtíðini. Og tí ber til at endurvinna eginpeningin við avlopi frá rakstri komandi árini. Á fyrireikandi fundinum í gjár varð boðað frá sjóveðrættarkrøvum frá Runavíkar havn og Vágs havn. Væntað er, at sjóveðrættarkrav eisini kemur frá Hirtshals havn, tí har Grunnabarð ligið leingi. Grunnabarð, sum er bygdur í 1979, varð keyptur til Føroya úr Noregi í februar 2013 at fiska ídnaðarfisk. Nú hevur hann eingi fiskirættindi í Føroyum. Sølvi Reinert Hansen hevur boðað nevndini hjá ÍSF frá, at hann ikki longur er limur í starvsnevndini. Hoyra samrøðuna við Sølva Reinert Hansen. Aðalfundurin hjá ÍSF verður fríggjadagin 20. mai. Tær umleið 100 ærnar verða vigaðar fyri at síggja, hvussu nógv ærnar tyngjast undan lembing. Hans Martin Andreasen, røktari á Búnaðarstovuni í Kollfjarðadali Tá vigað verður aftur í mai, fer at bera til at máta lutfallið millum burð, eftirburð og fosturvatn. Og tá verður vektin sammett aftur. Skrásetingararbeiðið hjá Búnaðarstovuni verður meiri fullfíggjað fyri hvørja viging, og Búnaðarstovan hevur ætlanir um, at gera sína egnu vegleiðing og lærubók um føroyskan seyð fyri at menna føroyskt seyðahald. Fólk á Búnaðarstovuni vigaðu mánadagin allar ærnar, sum ganga í Heygshaga, sum hoyrir til Búnaðarstovuna. Tær umleið 100 ærnar verða vigaðar fyri at síggja, hvussu nógv ærnar tyngjast undan lembing. Tá vigað verður aftur í mai, fer at bera til at máta lutfallið millum burð, eftirburð og fosturvatn. Og tá verður vektin sammett aftur. Skrásetingararbeiðið hjá Búnaðarstovuni verður meiri fullfíggjað fyri hvørja viging, og Búnaðarstovan hevur ætlanir um, at gera sína egnu vegleiðing og lærubók um føroyskan seyð fyri at menna føroyskt seyðahald. Havnarkórið, Tórshavnar Manskór, Gøtu kirkju ungdómskór, Vestmanna sangkór, Eystanljóð, vágakórið, Kristiliga sangkórið, Tarira, Aurora borealis, Tórshavnar kamarkór og Glymur. Virðisløn verður latin kórinum, sum hevur bestu framførslu, og her verður hugsa um neyvleika, tónlistagávur og dynamikk. Og virðisløn verður eisini givin kórinum, sum hevur mest orginalu, skemtiligu ella sermerktu framførslu. Tað vil siga framførsluhátt, rørsdlu, koreografi, serligan innmarsj og fjølbroytni í uppstilling. Nýggi formaðurin heldur at tað í ov stóran mun eru fólk sum ganga aftur í fleiri av nevndunum hjá samtakinum, og at hetta eigur at verða broytt. Í nevndini í TF Holding sita Arni Brattaberg, formaður, Ingeborg Godtfred, næstforkvinna, Gunnar í Liða, Birgir Nielsen, Annika Waag og Karl Birgir Isaksen. Starvsmannafelagið er í næstu viku vertur fyri ráðstevnunu, har umleið 100 umboð fyri fakfeløg hjá kommunalum starvsfólkum í Norðurlondum luttaka. Heitið fyri stevnuna er spurningurin Fakfelagsrørslan móti 2025 aftur til limirnar Fakfelagsrørslan í Norðurlondum stendur fyri stórum avbjóðingum. Feløgini missa limir, arbeiðsloysi hóttir, alt meðan alment virksemi alsamt verður privatiserað og útveitt. Samstundis er tað ein sannroynd, at almenna virksemid verður meira talgilt og tað merkist á arbeiðsmarknaðinum. Roknað verður soleiðis við, at annaðhvørt arbeiðspláss í heiminum fer at verða talgilt innan 2025, skrivar Starvsmannafelagið. Norðurlendska ráðstevnan verður sett í ovurmorgin, sunnudagin, í auditorinum í nýggja fakfelagshúsinum Smæruni hjá Starvsmannafelagnum í Havn, sum er um at verða liðugt umbygt. Býarrætturin í Oslo gav Breivik og sakførara hansara viðhald í, at umstøðurnar hjá 37 ára gamla Breivik í fongslinum, eru brot á mannarættindini, serliga orsakað longu og umfatandi isolatiónina, sum hann framvegis situr í. Soleiðis sum eg tulki dómin, snýr hetta seg meira um broytingar í skipanini. Vit skulu halda okkum til galdandi reglur, og tí halda vit fram sum fyrr, sigur Borhaug. Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur eftir ráðførslu við Løgtingsins Uttanlandsnevnd, ásett føroysku norðhavssildakvotuna fyri 2016. Nú semja ikki varð gjørd millum strandarlondini á heysti í 2015 um býtið av norðhavssild fyri í ár og næstu árini, hava londini hvørt sær ásett kvotur fyri 2016, skrivar Fiskimálaráðið á heimasíðu síni. Sambært fiskirættindasáttmálum við ávikavist Russland og Grønland lata Føroyar hesum londum 12.500 tons av føroysku norðhavssildakvotuni. Stjórin á Føroya Tele, Jan Ziskasen, hevur verið í Skotlandi og tosað við kommunur, sum fegnast um, at fartelefonnetið í einum oyggjalandi kann dekka øki, sum bretski marknaðurin ikki klárar at dekka. Føroya Tele kannar í løtuni møguleikar fyri, at kunna bjóða útjaðaranum í Skotlandi, tvs. eitt nú Orknoyggjum og Hetlandi, fartelefoni. Vinna Neistin og VÍF aftur í dag, so eru tey føroyameistarar. Vinna Kyndil og ella H71 verður neyðugt við triðju og avgerandi finalu í morgin. Í formansrøðu síni sigur fráfarandi formaðurin Sjálvur hugsi eg, at vit onkursvegna hava mist burtur stuttleikan og stoltleikan, sum onkursvegna eru sodnir úr kappróðrinum. Haldi, vit mugu finna inn til okkum sjálvi aftur og skulu sum skjótast sleppa okkum av við grenjið og balladuna, sum eftirhondini er blivið okkara vørumerki. Spurningarnir hesaferð snúgva seg um hvørt man noyðist at svara einari innbjóðing, um ein mann á fríggjaraferð sum ikki veit hvar hann hevur hesa góðu damu, og um hvat man ger við systkin, sum flyta inn, og ikki vilja út aftur. Hetta hevur riggað sera væl, og fólk kenna seg tryggari, tá tey hava roynt tað, heldur Anja Perdomo, sum er limur í áhugabólkinum, ið skipar fyri hjartastartaradegnum. Er næsti hjartastartari meira enn 100 metrar burtur, so ræður um at fara í gongd við vanliga hjartamassagu alt fyri eitt. Tí tað er av alstórum týdningi at bera skjótt at. Í eykajáttanaruppskotinum, sum Kristina Háfoss hevur borið í løgtingini, verður biðið um 300.000 krónur til endamálið. Tað mesta skal brúkast til at rinda fyri ullina. Ein búskapargreining vísir, at verður ullin fingin til høldar, kann hon umboða eitt avleitt búskparligt virksemi upp á 30 milliónir krónur, og tað er orsøkin til átakið við ullamiðstøðin, sigur Tróndur Leivsson, stjóri á Búnaðarstovuni. Tað er sera umráðandi, at bóndurnir fáa reiðan pening fyri ullina, og tí er neyðugt at tað almenna fer inn og stuðlar við at keypa ullina. Miðsavnandi við ullainnsavningini hjá Búnaðarstovuni verður tryggja ull við høgari dygd. Tí verður prísurin ásettur eftir ullini, ið verður vrakað, tá hon komur á ullamiðstøðuna, sambært Tróndi Leivssyni, stjóra. Tóki H. Niclasen tekur við eftir Jan Herman Hansen, sum hevur verið formaður seinastu 10 árini, men hevði valt ikki at stilla uppaftur. Fimm av seks nevndarlimum takkaðu fyri seg. Umframt formannin, so vóru tey Poul John Æðustein, Jakku Guttesen, Súnhild Holm og Paula Eikhólm. Í teirra stað eru komin Annika V. Dalsgarð, ið verður næstforkvinna, Havgrímur Hansen, Sámal Christianson, Karlot Hergeirsson og Kristian Eli Zachariasen. Partar av tekniska undirstøðukervinum hjá peningastovunum var flutt frá Elektron, sum landið og peningastovnarnir eiga saman, til Danmarkar, fyri nøkrum árum síðani. Flytanin elvdi til politiskt kjak og serliga Tjóðveldi var harðliga ímóti, at tøkni og hátøknilig størv vóru flutt av landinum. Tann hálva milliónin skal tó ikki einans brúkast til at kanna møguleikan fyri at taka heim bankaskipanir. Hon skal eisini brúkast til at kanna møguleikan fyri at yvirtaka loftrúmið, skrivar landsstýrið í grundgevingunum í eykajáttanarumbønini. Tann hálva millliónin skal brúkast til at keypa uttanhýsis ráðgeving og verkætlanarleiðslu til hesar báðar verkætlaninar, stendur skrivað í viðmerkingunum. Fyrsta Ódnartakið, tað vil siga nýggja slagið av kappróðri, har teinurin einans er 140 metrar, verður í annaðkvøld í Havn. Róð verður ikki frá Argjalandinum og inn undir Havnaskrivstovuna, sum á ólavssøku, men frá skipasmiðjukeiðini yvir móti ískeiðini, 140 m. Tað svarar til millum 25 og 30 áratøk. Meðan talið av bátum til vanligu kappróðrarstevnurnar seinnu árini hevur verið fallandi, so er met nógvir bátar tilmeldaðir ódnartakið í annaðkvøld, skriva fyriskipararnir í einum tíðindaskrivi Tríggjar kappingar ella trý ódnartøk verða í ár. Fyrsta umfar í morgin, annað umfar verður í Runavík 14 maj og seinasta umfarið verður á bátastevnuni í Vestmanna 21 mai. Tað er ítróttarfelagið Bragdið sum skipar fyri renningini, sum byrjar og endar á Kongabrúnni. Renningin byrjar kl. 16, beint aftaná flaggdagshaldið á Vaglinum. Rutan er av Kongabrúnni og so verður runnið yviri við Strond og nakað út um Boðanesheimið at venda. Hesin teinur skal rennast 2 ferð. Teinurin hjá vaksnum er knappar 7 km. Eisini er ein stuttleikarenning sum er til tey, sum fegin vilja ganga og renna, uttan at kappast. Hendan renningin er fyri øll vaksin, sum bara hava hug ar røra seg. Umleið 100 umboð fyri fakfeløgini hjá alment settum í øllum norðurlondum eru komin til Føroyar at kjakast um, hvørjar størstu avbjóðingarnar eru hjá alment settum og fakfeløgum teirra. Tað er nordisk Tjenestmannsr d, ið hevur 340.000 limir, sum skipar fyri og Føroya størsta fakfelag, Starvsmannafelagið er vertur. Súni Selfoss er formaður í Starvsmannafelagnum. Sambært nýggja formanninum í Starvsmannafelagnum missa feløgini limir, arbeiðsloysi hóttir, alment virksemi verður privatiserað og útveitt. Samstundis er tað ein sannroynd, at alt meira av almenna virkseminum verður talgilt og tað merkist á arbeiðsmarknaðinum. Roknað verður soleiðis við, at annaðhvørt arbeiðspláss í heiminum fer at verða talgilt innan 2025. Fakfeløgini hava seinnu árini mist bæði vald og limir. Fría fakfelagsvalið var staðfest í Hægstarætti og fríi rætturin at stovna eitt nýtt fakfelag hevur elvt til harða kapping millum fakfeløgini um limirnar. Hetta stríðið er tó ongantíð av álvara komið til Føroyar. Norðurlendska ráðstevnan fyri fakfeløg verður sett í dag av Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum og endar 27. apríl. Undir yvirskriftini Eik fup eller fakta kallaði Jørn Astrup Hansen skattamálið fyri eina gølu í Sosialinum fríggjadagin 15. apríl. Í tíðargrein í blaðnum skrivaði hann haraftrat, at málið setur TAKS í ringt ljós og at tað er ógvuliga tyngjandi fyri TF holding. Málið er háðan ímóti Fíggjarligum Støðufesti, segði fyrrverandi formaðurin í EIK, sum var umboð fyri Fíggjarligt Støðufesti í bankanum. Torben Nielsen, endurgav granskoðarafyritøkuna Deliotte fyri at siga, at EIK HEVUR rætt til at avskrivað tapið, tí tað ER rætt at rokna frá, nær fyritøkan var stovnað og ikki frá byrjunarstøðuni, sum Astrup annars vil vera við. Men har steðgar kjakið ikki. í gjárkvøldið svaraði Jørn Astrup Hansen aftur í lesarabrævi. Sambært Jørn Astrup Hansen má útgangsstøðið hjá Deloitte fyri at staðfesta, at Eik hevur rætt til frádráttin, vera skeivt. Astrup sigur seg samstundis ikki minnast skjalið frá Deloitte. Deloitte ger sambært Astrup tann feilin, at gingið verður útfrá at talan var um ein vanligan handil millum tveir óheftar partar. Tað var tað ikki, tí Fíggjarligt støðufesti, ið virkar eftir serlóg, var annar parturin í handlinum, og Fíggjarligt støðufesti tók tapið. Sambært Jørn Astrup Hansen var hartil staðfest, tá TF Holding keypti 70 prosent av Eik banka í februar 2011, at bankin hevði Bad will, tvs. negativa Good will uppá eina milliard. Tí er tað absurd, sambært Astrup, at leiðsla bankans nú roynir at avskriva 500 milliónir sum good will. skrivar altso fyrrverandi stjórin í Eik banka, Jørn Astrup Hansen, sdum hevur funnist hvassliga at moralinum í bankaleiðsluni fyri yvirhøvur at royna at fáa ein skattligan fyrimun burturúr banka bjargingini. Í 2007 fekk Krista Mørkøre úr Klaksvík svull á heilan. Vónirnar vóru ringar, og læknarnir væntaðu ikki, at hon fór at koma fyri seg aftur. Men Krista snýtti øll og bardi seg upp aftur á føtur. Í vikuni frættist, at Krista Mørkøre, sum nú er 17 ár, skal umboða Føroyar til Paralympisku leikirnar í Rio í summar. Sendingin varð gjørd í 2009, tá Krista Mørkøre var 10 ár. Vit eru við henni til venjing á sjúkrahúsinum og í svimjihøllini, og foreldrini greiða frá sjúkugongdini hjá Kristu. Landskassin væntar at fáa 360 milliónir krónur í skrásetingargjaldi, vegskatti, bensin og dieselgjaldi og meirvirðisgjaldi av brennievni í ár. Av teimum 360 milliónunum verður roknað við at fáa 145 milliónir í skrásetingargjaldi, 107 í vektgjaldi og 108 milliónir í mvg og øðrum avgjøldum á bensini og diesel. Kristina Háfoss svarar, at rakstrarjáttanin til landsvegahaldið er slakar 43 milliónir krónur , sum er til at reka og røkja landsvegirnar. Avgjøldini eru ein týðandi partur av landsins inntøkum, og tey eru við til at tryggja, at landið kann fíggja sínar tænastur, uttan at lønarskatturin verður ov høgur. Kristina Háfoss sigur eisini í svarinum, at samanborið við grannalondini eru avgjøldini á akfør og brennievni ikki stór í Føroyum. Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum upplýsir, at í heyst verður vegskatturin umskipaður soleiðis, at farið verður frá, at vektgjaldið verður ásett eftir, hvussu nógv akfarið vigar, og um akfarið nýtir bensin ella diesel. Í staðin verður vegskatturin tengdur at, hvussu nógv akfarið dálkar umhvørvið, sigur Kristina Háfoss í svarinum til Jørgen Niclasen. Manningarnar, sum sigla við skipunum hjá Skansa Offshore, hava fingið at vita frá reiðarínum, at eftirlønin verður lækkað, og serlig ískoyti verða eisini strikað. Flestu manningarnar hjá Skansa Offshore fáa meira enn sáttmálalønin ásetur, og tí er ikki talan um sáttmálabrot, nú Skansi Offshore hevur sent manningunum fráboðan um, at tær noyðast niður í løn. Og tí fær Skipara og Navigatørfelagið onki gjørt við støðuna. Strandferðslan hevur tørv á einum avloysaraskipi, og fyrsta dagin fær Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, eitt tilmæli frá Strandferðsluni um at keypa eitt skip ella bát sum er á stødd við Silju Star og Jósup, sum javnan verða nýtt sum avloysaraskip. 19 ára gamla Marta Ákadóttir hevur gingið á altjóða miðnámsskúlanum, United World College í Norra í tvey ár. Hon hevur skrivað høvuðsuppgávu í mannfrøði um grindadráp í Føroyum. Tá næmingarnir á skúlanum høvdu skrivað sína høvuðsuppgávu, stóð teimum í boði at senda uppgávuna inn til eina kapping, sum eitur Ungir granskarar. Peningurin skal millum annað nýtast til serfrøðingahjálp at gera ymsar útrokningar, at seta upp og eftirkanna lógaruppskotið, og at gera kunningartilfar til almenningin, sigur Fiskimálaráðið. Situr tín spildurnýggja Mac varrastift ikki sum á myndunum Onkuntíð krevja perfektu varrarnar meira fyrireiking enn bert feittstift. Lip scrub pussar varrarnar, so tær verða slættar og klárar at smyrja. Her sært tú, hvussu tú kanst gera tað heima og vistfrøðiligt Samgongan varðveitir meirilutan, og Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin fáa ein tingsess aftrat í part, sum teir taka frá Nýggjum Sjálvstýri og Miðflokkinum. Javnaðarflokkurin hevur størstu afturgongdina í kanningini, 1,3 prosentstig, og fer niður í 23,8 prosent, men varðveitir sínar 8 tingsessir. Fólkaflokkurin hevur eisini framgongd, 0,8 prosentstig, og hevði fingið 19,7 prosent, var val nú. Eisini Fólkaflokkurin fær ein tingsess aftrat, og hevði havt sjey, var val nú. Svenska trygdarløgreglan, Spo, hevur kallað saman kreppubólkin, eftir at løgreglan hevur fingið upplýsingar um yvirgangshóttan móti landinum. Tað skrivar svenska blaðið, Aftonbladet, í morgun. Sambært svenska blaðnum, Expressen, hevur Spo fingið upplýsingar frá iraksku trygdartænastuni um, at IS yvirgangsfólk hava ætlanir um at fremja yvirgangsálop í Stokkholmi. Talan skal vera um sjey ella átta persónar, sum longu eru í Svøríki. Fólk frá svensku trygdarløgregluni, Spo, fóru ígjár til Irak. Júst nú arbeiða vit intensivt við at meta um upplýsingarnar, sum vit hava fingið, sigur Simon Bynert, kunningarfólk hjá trygdarløgregluni við blaðið. Í løtuni savna vit saman upplýsingar og fráboðanir, og vit samstarva við svenskar og altjóða partnarar, sigur hann við Aftonbladet. Vit fáa javnan upplýsingar av hesa slagi. Stundum er tær meiri óvissar, stundum minni, sigur Simon Bynert, kunningarfólk hjá svensku trygdarløgregluni. Lang bíðirøð var í Hvannasundstunnlinum í morgun, eftir at tveir bilar stoyttu saman í tunnlinum. Annar bilurin var ov seinur at koyra inn í víkiplássið, og hin bilurin rendi inn í síðuna á honum. Nærum 13.000 skurðviðgerðir og 113.000 heilsuvitjanir eru útsettar meðan verkfall er, sum byrjaði klokkan 8 í morgun og heldur fram til klokka 4 seinnapartin í dag, og aftur í morgin. Stjórnin hjá David Camerona sigur, at broyting í sáttmálanum fyri læknar hevur týdning fyri at veita góða heilsutænastu eisini í vikuskiftinum. Yvirgangsbólkurin hevur kravt umleið 180 miljónir krónur fyri at lata leysar allar tríggjar menninar, sum vórðu tiknir til gísla samstundis. Teir tríggir menninir vóru tiknir til gísla á frítíðarstaðnum, Oceanview Resort á oynni Samal útfyri Min danao har suðuri í Filipsoyggjunum 22. september í fjør. Miðskeiðis í marsmánað lótu sjey limir í Abu Sayyaf lív undir leitingini. Harumframt hava 16 hermenn fingið løstir í samanbrestum, sum hava varað upp í fleiri tímar. Stjórin fyri íslendska ílegugranskingarstovnin, Decode, Kári Stefansson, heitir í grein í Morgunblaðnum, á íslendska forsetan, Ólaf Ragnar Grímsson, um at kunna íslendsku tjóðina um fíggjaligu viðurskiftini hjá honum og konuni. Tað skrivar Eyjan. Tá skrivaði hon, at í sambandi við, at maður hennara ikki fór at stilla uppaftur til forsetavalið, fór hon at flyta bústað til London, har hon arbeiddi fyrr, og har foreldur hennara hava eitt felag, sum hon skal hjálpa teimum við. Sambært íslendska blaðnum, Vísir, savna foreldur hennara gimsteinar og smúkkur, og eru væl fyri fíggarliga, so væl, at tey verða nevnd millum ríkastu fólk í heiminum. Í samrøðu fríggjadagin, sum Christiane Amanpour í CNN gjørdi við Ólaf Ragnar Grímsson, var íslendski forsetin spurdur, um hann hevði nakra útlendska bankakontu, um kona hansara hevur nakra útlendska bankakontu, og um nakað kann verða avdúkað um hann og familju hansara. Kári St fansson spyr eisini í greinini íslendska forsetan um, hvussu nógvar pengar hann eigur, um hjúnini hava gjørt íløgur í nakað, sum kann fáa almenningin at halda, at áhugamál teirra er í stríð við áhugamál hjá íslendsku tjóðini Hava tey til dømis krøv móti kollsigldu íslendsku bankunum, ella arbeiða tey ímóti íslendsku krónuni. Kári Stefanson vónar í greinini, at Ólafur Ragnar Grímsson fer at svara spurningunum. Um ikki, verður tað torført hjá mongu stuðlum forsetans, at velja hann aftur til Bessastaðir. Í morgin verður upptøkuroynd í Sjónleikarhúsinum, har tey skulu finna leikarar til ein nýggjan spælifilm, ið nevnist El imaginarium de Bruno Domenech.Hóast spanska heitið og at lekstjórin eisini er spanióli, so er talan um ein føroyskan spælifilm. Filmurin snýr seg í stuttum um spaniólan Bruno, ið hevur føroyska unnustu, og tí kemur til Føroya at búgva. Tey bæði reka Sjónleikarhúsið, men brádliga byrjar alt at blíva heldur løgið. Eitt nú ivast Bruno í, hvørt tað spøkir í húsinum, ella um tað einans er hann sjálvur, ið sær fyri sær. Leygardagin 21. maj kunnu ung fólk, sum vilja vita meira um ítróttarháskúlan í Suðuroy, melda seg til ein royndardag, har møguleiki er at royna hentleikarnar hjá skúlanum. Mikudagin í síðstu viku fekk hópdrápsmaðurin og terroristurin, Anders Behring Breivik, viðhald í málinum móti norska statinum, sum Breivik helt hevði brotið hansara mannarættindi. Dómarin gav Breivik viðhald í, at hann hevði fingið ómenniskjaliga og niðrandi viðferð í fongslinum, og tað er nakað, sum stríðir við europeisku mannarættindasáttmálan. Dómurin merkir, at norski staturin skal betala sakarmálskostnaðin, sum er 331.000 norskar krónur tað svarar til umleið 266.000 krónum í okkara pengum. Hetta er maðurin, sum tann 22. juli í 2011 drap 77 fólk á Utøya, og bleiv dómdur at sita 21 ár í varhaldi. Hann hevur kostað ikki bara nógv mannalív men eisini øgiliga stórar fíggjarligar upphæddir. Eg segði við spælararnar, tá ið vit vandu í gjár, at eg umhugsaði støðuna. Tað havi eg gjørt, síðani vit sunnudagin taptu 0 4 fyri KÍ, og nú havi eg boðað leiðsluni í felagnum frá, at eg gevist, sigur Jógvan Martin Olsen við in.fo Liðið hevur havt fleiri venjingar um vikuskiftið, og úrslitið gjørdist millum annað, at onkur fyrrverandi landsliðsleikari aftur er á liðnum, eftir steðg í eina tíð. Talan er um Rúna Weihe, sum fyrr hevur verið ein av berandi kreftunum á liðnum men tá var tað meira sum álopsleikari. Rúni Weihe er nú úttikin sum libero til kappingina í mai. Á landsliðnum eru eisini ársins blokkleikari Suni Juul Pedersen úr SÍ, og ársins stjørnuskot Jóhan Arne Eliasson Wang úr Fleyr ,umframt at ársins álopsleikari og ársins leikari Trygvi Hansen, Ternan, er við á liðnum. Hini liðini í kappingin eru Luxemburg og Norðurírland. Kravið til liðið um tað skal koma víðari til annað umfar er eitt annað pláss í kappingini. Onnu Katrin Øssursdóttir Egilstrøð kenna vit frá tónleikabólkinum Valravn, har hon saman við donsku limunum í bólkinum millum annað lat føroysk kvæði í ein elektroniskan ham. Nú hevur hon saman við Allan Gravgaard Madsen gjørt eina symfoniska raddarringrás, sum verður frumframførd í Aarhus leygardagin. Tað er Aarhus Symfoniorkestur, sum fer at spæla, sjálv skal Anna Katrin syngja og aftrat hesum verður ein øðrvísi filmur vístur, sum føroysku RAMMATIK hava gjørt. Í morgunsendingini greiddi Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð frá arbeiðinum handan nýggja verkið og hvussu Beinta, ella Barbara, er høvuðsíblástrarkeldan. Ólóglig skotvápn, lóglig skotvápn, vápnaprógv, vápnatrygdarskeið, skráseting av skotvápnum og revsingar. Jógvan Svabo Samuelsen, fulltrúði á løgmansskrivstovuni, greiddi í morgunsendingini frá, hvat broytingarnar í vápnalógini merkja fyri øll, sum eiga vápn lóg eins væl og ólóglig. Í kvøld verður lutakast í 3 2, um hvussu spælast skal í fjórðingsfinalunum um Løgmanssteypið. 3 2 er eitt sindur seinni seinni á skrá í kvøld, tí tá Dagur og Vika við kjaki eru liðug, kemur sendingin Stríðið um teg tíggju prosentini. 3 2 byrjar tí klokkan 20.35 í kvøld Tey átta feløgini sum eru í bollanum í kvøld eru hesi Giza Hoyvík Víkingur KÍ Skála HB NSÍ EB Streymur B36 Hóast tað enn ikki er vist, um Ítróttarháskúlin í Suðuroy verður veruleiki, hevur sjálvsognarstovnurin sett ein skúlaleiðara. Sambært lógini skal skúlin hava minst 12 næmingar fyri at fáa stuðul frá landinum. Inntil tá, er tað sjálvsognarstovnurin og stýrið, sum má taka allar útreiðslur á seg. Annar partur um royndina hjá samgonguni at gera broytingar innan fiskivinnuna. Í hesum partinum fylgja vit politisku viðgerðini í Løgtinginum og fara aftur um søguna hjá núverandi skipan. Heðin Mortensen, tingmaður og borgastjóri í Havn, grundgevur fyri, hví hann hevur lagt broytingaruppskot fram um at fáa málið um hjúnabandslógina til fólkaatkvøðu Annar partur um royndina hjá samgonguni at gera broytingar innan fiskivinnuna. Í hesum partinum fylgja vit politisku viðgerðini í Løgtinginum og fara aftur um søguna hjá núverandi skipan. Klokkan var farin av midnátt, tá tingið atkvøddi um lógaruppskotið hjá Kristionnu W Poulsen J , Honnu Jensen F , Bjørt Samuelsen T og Sonju Jógvansdóttir, uttanflokka, at broyta hjúnarbandslógina, so tvey av sama kyni kunnu giftast borgarliga. Heðin Mortensen legði fyrr um dagin fram broytingaruppskot um at leggja málið fyri fólkaatkvøðu, men tá leið út á midnátt bað hann formannin um at niðurleggja tingfundin. Eftir ein longri steðg boðaði Heðin Mortensen frá, at hann tók uppskotið um fólkaatkvøðu aftur. Síðani varð atkvøtt um broytingaruppskotið at strika grein 14 stykki 2 í hjúnarbandslógini, sum gevur borgarliga giftum rætt til vælsignilsi í kirkjuni. Uppskotið var samtykt við 17 atkvøðum fyri og 16 ímóti Uppskotið til ríkislógartilmæli um at broyta hjúnarbandslógina, so tvey av sama kyni kunnu giftast borgarliga, varð samtykt við 19 atkvøðum fyri og 14 ímóti. Lógvabrestirnir og hjartasuffini hoyrdust hvørt um annað, tá uppskotið um at samkynd kunnu giftast borgarliga varð samtykt við 2. viðgerð. Ímillum luttakararnir eru tveir føroyingar Fróði Hansen, sum er professionellur MMA kempari og Sarah Mahfoud, ið er hálvføroysk og tosar føroyskt. Seinastu tíðina hava nógvar ymiskar lýsingar um tannbleiking verið at sæð á sosialu miðlunum. Fyritøkur, sum antin sjálvar veita tær tannbleiking ella eisini bjóða vørur, sum skulu gera tenninar hvítari. Talan er um brúk av kemiskum evnum, og tí er umráðandi, at tey, sum bjóða fram tannbleiking veruliga kenna til evnini, og hvusu tey eiga at verða brúkt, sigur Oddmar Færø, sum er formaður í Tannlæknafelagnum. Evnini, sum verða brúkt til tannbleiking, kunnu vera rættiliga sterk, og tað kann millum annað oyðileggja emaljuna á tonnunum og gera skaðar á tannkjøtið, sigur Oddmar Færø. Matador og kristendom 24 fortællinger om vores liv er heiti á bók, sum danski presturin og Føroyavinurin, Ronald Risvig, hevur skrivað. Hann heldur eisini fyrilestrar um evnið, eisini nú hann vitjar í Føroyum. Sambært Ronaldi Risvig ber við kristindóminum til at finna fram eina dýpd í sjónvarpssendirøðini, sum tú annars ikki sært, og øvugt ger Matador kristindómin meiri ítøkiligan og gerandisligan. Ronald Risvig hevur vitjað í Føroyum fleiri ferðir fyrr. Fyrsta ferðin, hann var her, var í 1981, tá hann var fótbóltsvenjari hjá ÍF. Nú skulu sjúkrarøktarfrøðingar og læknar á sjúkrahúsunum í Føroyum og onnur, sum arbeida á heilsu og almannaøkinum, blíva betri til at samstarva, hóast tey arbeiða á ymiskum deildum og hava ymiskar førleikar. Harafturat skulu tey eisini læra at inndraga sjúklingin í nógv størri mun enn nú sjúklingurin skal eisini takast við upp á ráð, tá eitt nú viðgerðarhættir skulu finnast. Næstu mánaðirnar fer ein partur av starvsfólkunum, sum arbeiða á sjúkrahúsunum í Føroyum, men eisini onnur, sum arbeida á heilsu og almannaøkinum taka eitt slag av endurútbúgving, sum eitur IPLS interpersonell læring og samstarv. Endamálið er, at teir ymisku fakbólkarnir skulu duga betur at samstarva og seta sjúklingin í miðdepilin. Tað vísir seg, at sjúklingar ov ofta kenna seg sleptar upp á fjall. Teir føla, at avgerðir um eitt nú viðgerðir verða tiknar uttan at teir sjálvir verða spurdir um hetta, og harafturat siga sjúklingar ofta, at tað er ov lítið samstarv millum teir ymisku geirarnar á heilsu og almannaøkinum, sigur Tormóður Stórá, sum er leiðandi yvirlækni á psykiatriska deplinum. Fyri tveimum vikum síðani varð nýggja eintakið av mentanarritinum Varðin, ið samstundis er hin fyrsti við Dorit Hansen sum ritstjóra, lagt fram á Listasavni Føroya. Talan er 83. bind av Varðanum ein Varði, sum hesaferð telur góðar 200 síður. Kinna Poulsen tekur samanum og ummælir nýggja Varðan. Leygardagin vórðu 200 ár liðin síðani mæta enska skaldið William Shakespeare doyði. Og saman við Hanusi Kamban, Eyðuni Johannessen og Hans Tórgarð lýsa og greina vit Shakespeare og hansara univers. Myndabókin Stríðið um tað góða grasið eftir Bárð Oskarsson er tilnevnd til Norðurlendsku Barna og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2016. Hvør er so Bárður og hvat eyðkennir hansara list. Hendan eins og aðrar spurningar útgreinar Kinna Poulsen. Á Summarmála varð kunngjørt, at karismatiski tónlistarligi stjórin á Metropolitan Operuni í New York farnu 40 árini James Levine, leggur frá sær, tá hetta konsertárið er lokið. Og hvør er so hesin karismatiski orkesturleiðarin við tí eyðkenda hárínum. Bernharður Wilkinson vitjar í útvarpsstovuni seinri í sendingini. Og leygardagin verður Norðurlandahúsið karmur um eitt sera spennandi og forvitnisligt tiltak, har kvinnan og kvinnuviðurskifti eru í focus. Vit fáa vitjan av Marnu Jacobsen, forkvinnu í Demokratia. Hoyr Mentanarcaf ina her Heimsins eygu eru aftur vend móti Íslandi, har sviðin av Panamagøluni er stórur. Politiska leiðslan tykist hava sett øll onnur enn seg sjálva og onnur múgvandi vinnulívsfólk á strangan skattakost fyri at reisa landið aftur eftir húsagangin undir fíggjarkreppuni. Nordea er størsti banki í Skandinavia, men hann er ikki ov fínur til bæði skattaskjól til tey ríku og ivasom milliardalán til Khasakstan. Og hvat sigur búskaparfrøðingurin og fyrrverandi bankamaðurin, skattaadvokaturin og skattastjórin um samfelagssinnið hjá fíggjarstovnum, og hvussu hevur sáttmálin millum vanliga skattgjaldaran og vælferðarsamfelagið tað Luttakarar Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur, Eyðfinnur Jacobsen, skattaadvokatur, Eyðun Mørkøre, stjóri í Taks Tøkningur Leivur Thomsen Lagt tilrættis Brynhild Thomsen Í Nálreygananum hoyra vit spildurnýggja staklagið Born Again In Your Eyes hjá Lindu Andrews, umframt eitt brot úr lagnum Regin , ið er á nógv róstu útgávuni Global Compositions hjá Rune Thorsteinsson. Tað kemur fram í svarinum frá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í Mentamálum, til Heðin Mortensen, tingmann, sum spurdi, um landsstýriskvinnan hevur nakrar ítøkiligar ætlanir fyri, hvussu bygda økið og lendið í Hoydølum skulu verða nýtt, tá Studentaskúlin og HF skeiðið eru flutt út og av økinum Í svarinum, sigur Rigmor Dam, at miðast skal eftir ítøkiligari loyns, og at umráðandi er, at gjøgnumhugsað og ítøkilig ætlan verður gjørd fyri framtíðar virksemi á staðnum. Sjálv heldur landsstýriskvinnan, tað vera gylt høvi at skipa fyri hugskotskapping, har øll hava møguleika at koma við hugskotum og íløguætlanum. Sending um, hvussu tann forna reinaveltingin ella skotveltingin fór fram. Framleitt Flip Film Production TV fyri Føroya Fornminnissavn 1986. Tá støðan var 0 0 í dystinum millum Atletico og Malaga, skal hann hava lagt einum bóltdrongi lag á at kasta bóltin inn á vøll fyri at steðga Malaga í álopinum. Atletico liggur á øðrum plássi í La Liga, og er javnt í stigum við Barcelona. Real Madrid er eitt stig aftanfyri hesi bæði liðini, og tí er øgiligur spenningur. Men Atletico hevur annað at takast við eisini, ígjárkvøldið spældu teir móti Bayern Múnchen í Meistaraligu semifinaluni á heimavølli í Vicente Calderón. Simeone var við á síðulinjuni. Heimasíðan hjá amerikonsku sendistovuni í Ankara í Turkalandi minnir á, at útlendsk ferðafólk í landinum fleiri ferðir hava verið mál fyri slíkum atsóknum, og mælir sínum ríkisborgarum til at vera varin, serliga á støðum, har nógv fólk savnast og á vælumtóktum ferðamálum. Turkaland hevur upplivað seks deyðilig sjálvmorðálop síðani julimánað í fjør, sum annaðhvørt hernaðarligir kurdar ella víðgongdi islamist bólkurin IS, hava tikið ábyrgdina fyri. Tveir amerikanarar, ein ísraeli og ein irani lótu lív í sjálvmorðsatsókn í gongugøtuni í Istanbul í marsmánaði, og í januar lótu 12 ferðafólk lív í søguliga býarpartinum í Istanbul. Sirið Stenberg, sum nú er landsstýriskvinna í heilsumálum, ætlar at hækka vinningsprosentið hjá apotekunum úr 13 upp í 15 prosent. Havbúnaðarfelagið, sum fekk uppskotið um kunngerðina til hoyringar, heldur seg vita, at neyðugt er at hækka prísirnar, tí heilsuverkið fyriskipar bíligari heilivág og alivinnan ikki keypir so nógvan heilivág sum í fjør. Havbúnaðarfelagið vísir á, at tá almenn gjøld verða ásett í kunngerð, skulu gjøldini ikki vera hægri enn tað, sum tað kostar at veita tænastuna. Annars er talan um skatt, sum ikki kann ásetast í kunngerð. Havbúnaðarfelagið mælir Heilsu og innlendismálaráðnum til at loysa henda grundleggjandi trupulleika, heldur enn at blíva við at pjøssa upp á verandi monopolskipan, har vinningurin hjá apotekunum verður ásettur við kunngerð, alt eftir hvør sølan er. BankNordik og Arion banki gjørdu treytaða avtalu í oktober í fjør um 51 prosent av partabrøvunum í fyrsta umfari. Næsta ár, í 2017, skuldi Arion keypa hini 49 prosentini. Men íslendski tjóðbankin bað teir báðar bankarnar broyta avtaluna soleiðis, at øll partabrøvini verða seld í einum, og tey verða avroknað í íslendskum krónum, ikki í evrum. BankNordik væntar framvegis at fáa 60 milliónir krónur í vinningi av partabrævasøluni umframt part av inntøkunum hjá Vørður samtakinum í fjør. Grønlendska kringvarpið, KNR, sigur, at sambært frágreiðingini er bruttotjóðarframleiðslan í Føroyum vaksin seks prosent um árið seinastu trý árini. Orsøkin er størri inntøkur hjá fiskivinnuni, og fólk brúka fleiri pengar. Men forsætisráðharrin leggur afturat, at bæði Grønland og Føroyar noyðast at finna 750 milliónir krónur til fíggjarlógirnar, skulu londini framvegis megna at geva fólkinum somu tænastur sum nú. Um arbeiðsmarknaðin verður sagt í frágreiðingini, at eisini har er støðan betri í Føroyum. Føroyingar hava hægri útbúgvingar, eisini útbúgvingar, sum kunnu brúkast í øðrum londum. Í frágreiðingini hjá forsætisráðharranum stendur eisini, at danska stjórnin stuðlar royndunum í Grønlandi og Føroyum at gera sjálvstøðugar stjórnarskipanir, orðið forfatning verður brúkt, men bara, um tær eru innan fyri karmarnar hjá grundlógini. Í fyrsta ársfjórðingi í ár vórðu góð 13.000 tons av botnfiski, so sum toski, hýsu og upsa, løgd upp á land í Føroyum. Í 2007 vóru tonsini knappliga 28.000. Og í ár er toskurin av Flemish Cap við í talinum. Um mánaðin eru nú 1,65 miljardir virknir brúkarar, meðan dagliga nýtslan er vaksin við 16 prosentum upp í 1,09 miljardir brúkarar. Samlaða inntøkan er vaksin upp í 5,38 miljardir dollarar í fyrsta ársfjórðingi. Tað er dupult so nógv, samanborið við fyrsta ársfjóðring í fjør. 173 umsóknir komu inn gjøgum kvotu 2, um at sleppa at lesa á Setrinum. Hetta er nakað meira enn í fjør, tá umleið 150 umsóknir vóru. Ein orsøk er, at fleiri útbúgvingar eru at velja ímillum í ár. Kvota 2 er har, ið atlit verða tikin til onnur ting, enn bara karakter. Freistin at søkja gjøgnum kvotu 2 var upprunaliga á miðnátt 15 apríl, men freistin varð longd til 20 apríl, tí tekniskir trupulleikar vóru. Vit vita, at tónleikur er nakað, sum stimbrar og mennir børn, og tí vilja vit gera meira burtur úr við at fáa tónleik inn í Barnaheimið, sigur Hildur Hermansen, sum er leiðari á Føroya Barnaheimi. Herfyri fingu vit royndir við sokallaðum musikkterapi, og aftan á tað hildu vit tað vera spell ikki at gera meir burtur úr tónleiki á Barnaheiminum, sigur Finn Larsen. Men skal tónleikur gerast ein partur av gerandisdegnum hjá børnum og ungum á Føroya Barnaheimi, er neyðugt, at ymisk ljóðføri eru tøk. Tí skipar Johan Ásmundsson fyri stuðulstiltaki og konsert á Østrøm leygardagin. Pengarnir, sum koma inn skulu brúkast til at keypa ljóðføri fyri. Morgunsendingin hittir Theodor Kapnas, gittarist í Hamferð, og Fróða Tóálvsson Stenberg, ið er konsertstjóri hjá Hamferð á komandi konsertferðini. Vit gera tað, sum fellur okkum natúrligt, men av tí at konseptið er so føroyskt, verður tað unikt, sigur Theodor Kapnas, ið metir tað vera ein stóran fyrimun, at bólkurin er úr Føroyum. Í formansfrágreiðing síni endaði Jan Herman Hansen við hesum orðum Og eitt kann eg lova tykkum, at um tit ikki ansa væl eftir Róðrarsambandinum, so má eg siga sum Arnold I ll Be Back Við einum nýggjum átaki, Arbeiði í eygsjón, fer ALS at tosa við tey, sum eru arbeiðsleys í dag, soleiðis at hesi eisini kunnu koma í arbeiði. Talið á arbeiðsleysum er 587, og ALS vónar at fáa minst 100 fólk í arbeiði aftrat, soleiðis at talið á arbeiðsleysum er nærri 400 enn 600. Hjá tí einstaka, sum er arbeiðsleysur, er arbeiðsloysi ein veruleiki, sum er ítøkiligur og eisini er ein avbjóðing, sigur Høgni í Stórustovu, deildarleiðari í ALS. Føðingardagsbarnið bjóðar morgunmat, miðmála og kaffi og hetta verður borðreitt á trimum ymsum støðum, nevniliga á deildunum hjá Dugna á Hjalla, við Áir og á Kambsdali. Ása Olsen, forkvinna í stýrinum fyri Dugna, Hedvig Johansdóttir, stjóri á Dugna, og Allan Mørkøre, deildarleiðari, vitjaðu í Góðan morgun Føroyar og greiddu frá virkseminum og føðingardagshaldinum. Kringvarpið stroymir tveir dystir beinleiðis í kvøld. Trýst á leinkjurnar niðanfyri fyri at síggja dystirnar Víkingur KÍ. Bólturin er eisini á skránni í kvøld, har fylgt verður við øllum fýra dystunum. Í gjár var fyrsti dysturin í áttanda umfari. TB vann 2 1 á NSÍ. Stórt trýst var Eik áðrenn aðalfundin hjá eigaranum av bankanum, TF Holding, í farnu viku. Tí dagarnar frammanundan var komið fram, at uttanhýsis grannskoðararnir hjá Eik líka síðan mars 2013 høvdu gjørt bankan varugan við, at grannskoðararnir ikki tóku undir við, at bankin hevði rætt til at taka sær ein skattafrádrátt, sum varð staðfest í samband við niðurskrivingar av ognum og skyldum í gamla Eik. Eik letur ikki almenningin fáa innlit í uppriti, men í dag slapp Kringvarpið loksins at lesa uppriti undir eftirliti í einum afturlatnum rúmi í Eik. Tað var ikki loyvt at taka myndir ella skriva nakað niður, meðan uppritið var lisið. Niðurstøðan hjá Deloitte víkir frá niðurstøðunum hjá KPMG og Spekt. Avgerandi munurin er útgangsttøði fyri nýggju niðurstøðuni er, at var yvirtøkan av ognum og skyldum frá gamla Eik til nýggja Eik var at rokna sum ein handil millum tveir sjálvstøðugar partar. Tá ein handil verður gjørdur millum tveir sjálvstøðugar partar, er rætti prísurin tann, sum ein sjálvstøðugur partur á marknaðinum til ein hvørja tíð rindar fyri at yvirtaka ávísar ognir og skyldur. Sambært teirra tulking er ikki talan um ein handil millum tveir sjálvstøðugar partar. Ognirnar hjá gamla Eik, sum tá var yvirtikin av Fíggjarligum Støðufesti, vóru fluttar yvir í eitt dóttirfelag hjá Fíggjarligum Støðufesti, og tí er talan um viðurskiftir, sum øll eru knýtt at Fíggjarligum Støðufesti. Kringvarpið hevur í fleiri dagar roynt at fáa eina viðmerking frá Súna Schwartz Jacobsen, stjóra í Eik um fleiri óvissur í samband við skattamálið. Men tað ber ikki til at fáa samband við stjóran í Eik. Landskappingin í fótbólti letur til at gerast sera jøvn og spennandi í ár. Eftir átta dystir eru bert seks stig millum nummar eitt og nummar seks í Effodeildini. Tvey lið hava 17 stig á fremstaplássi, men B36 hevur betri málmun enn HB, og ÍF hevur 11 stig á sætta plássi. B36 legði seg á odda í Gundadali við máli frá Hørði Askham. Síðani javnaði Øssur Dalbúð fyri HB, og lítla løtu seinni økti Teit Jacobsen til 1 2 til HB. Í seinna hálvleiki kom Høgni Eysturoy á vøllin fyri B36, og hann skoraði tvey skjót mál fyri B36 til endaliga úrslitið 3 2 til B36. Í Gøtu vann KÍ 0 2 á Víkingi við tveimum málum frá Jóannes Bjartalíð, meðan AB og Skála spældu javnt 0 0 á Argjum. B68 og ÍF spældu á Svangaskarði, og har vann ÍF 2 1. B68 legði seg odda við máli frá Michal Przbylski. Adishina Lawal javnaði fyri ÍF, og Bogi R. Petersen skoraði seinna málið fyri fuglfirðingar. Strandfaraskipið Smyril hevur broytt ferðaæltanina í morgin, soleiðis at siglt verður inn á Vág ikki Krambatanga. Ferðaætlanin hjá Smyrli er broytt soleiðis, atr Smyril av Havnini kl. 07 00 og suður á Vág. Og fer norðuraftur til Havnar kl. 09 45 úr Vági. Sambært kunngerðini kann landsstýrismaðurin í vinnumálum seta skipum undir útlendskum flaggi forboð fyri at koma inn um grundlinjurnar, inn í innara føroyska sjóøkið. Kunngerðin er eisini galdandi fyri skip, sum fólk og felagsskapir eiga, sum longu hava víst, at tey órógva lógligt virksemi í føroyskum sjógvi. Slík skip sleppa heldur ikki í ytra sjóøkið hjá Føroyum, ikki so frægt sum at sigla gjøgnum tað. Hóast landsstýriskvinnan í orkumálum broytti lógaruppskotið um at selja teimum bíligari streym, sum brúka streym í staðin fyri olju at hita húsini, er ivasamt, um lógaruppskotið kemur aftur úr Rættarnevndini. Formaðurin í nevndini, Kristin Michelsen, sigur, at avgjørt verður í dag, um nevndin skal hava ein fund afturat um málið og skriva álit. Stórt ivamál er um lógaruppskotið hjá Sirið Stenberg er í samsvari við sjálva stýrisskipanarlógina, tað siga løgfrøðingarnir hjá løgtinginum og Lógartænastan hjá løgmanni. Tey hava eftirkannað lógaruppskotið. Báðar løgfrøðiligu eftirkanningarnar hava ta niðurstøðu, at her er talan um skatt, tí munur verður gjørdur á kundunum hjá SEV. Nøkur fara at rinda meira fyri streymin enn hann kostar at gera. Landsstýrið kann ikki, sum lógaruppskotið sigur, í kunngerð áseta elprísir, sum eru at meta sum skattur. Bara løgtingið kann við lóg áseta skatt og avgjøld. Rættarnevndin hevur fingið broytingaruppskot frá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu. Sambært tí kunnu tey, sum hita við streymi, fáa upp í 40 oyru uttan meirvirðisgjald í avsláttri fyri kilowatttíman. Men lógarbroytingin sigur framvegis, at landsstýrisfólkið fær heimild at góðkenna, at ymiskir elprísir verða ásettir fyri ymiskar kundabólkar. Turkaland gekk við til at taka ímóti flóttafólkum, sum Grikkaland sendir aftur til Turkalands, men afturfyri skulu londini í ES taka ímóti 72.000 flóttafólkum úr Turkalandi, samstundis, sum Turkaland fær stórar peningaupphæddir, og tað skal gerast lættari hjá turkum at ferðast til ES. Vit kundu havt loyst trupulleikan sjálv, um londini í ES gjørdu eftir uppskotinum hjá ES nevndini, sigur talskvinnan fyri javnaðarveingin í ES tinginum, Gianni Pittelia. Avtalan við Turkaland er veik, men hon er gjørd tí londini í ES ikki kundu semjast um nakað annað, sigur talskvinnan fyri liberala veingin í ES tinginum, Sophie in t Veld. Undir orðaskiftinum varð funnist hvassliga at ES, tí samveldið tveitir ábyrgdina frá sær og letur lagnuna hjá flóttafólkunum upp í hendurnar á Turkalandi og Grikkalandi, var semja um ímillum politikarar úr øllum flokkum í ES. Augustin varð borin í heim 13. november í ár 354 í Thagaste og Hieronymus var sjey ár eldri. Hesi bæði stórmennini í fornkirkjuni skrivaðu saman í 25 ár frá ár 394 til ár 419. Men eina brævið kom í skeivar hendur. Martin Restorff Jacobsen hevur týtt bókina Brævið, sum kom í skeivar hendur Vit vita um 23 brøv teirra og harav eru 18 varðveitt til dagin í dag. Teir skrivaðu um tulking av bíbilskum skriftum og onnur guðfrøðiligum evnum og hugtøkum. Teirra arbeiði tá í fyrndini byggja vit á í dag. Løgtingið samtykti við aðru viðgerð týsdagin broytingarnar í hjúnabandslógini, sum fara at loyva samkyndum pørum at verða borgarliga vígd í Føroyum. Eftir drúgva viðgerð, vóru tá ið saman um kom 19 tinglimir fyri uppskotinum og 14 vóru ímóti. Umframt allar 16 samgongutinglimirnar og Sonju Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinnu, atkvøddu sambandstingmenninir Edmund Joensen og Magni Laksáfoss fyri uppskotinum. Undan tingfundinum er greitt, at teir fýra andstøðuflokkarnir í løgtinginum fara at gera enn eina roynd at fáa broytingarnar í hjúnarbandslógina út til fólkaatkvøðu. Hóast bara 16 atkvøður vóru fyri, meðan 17 atkvøður vóru ímóti at senda málið út til fólkaatkvøðu, tá løgtingið hevði 2.viðgerð av hjúnarbandslógini, so hevur Jógvan á Lakjuni vónir um at løgtingið nú undir 3.viðgerð fer at taka undir við at senda tað út til fólkaatkvøðu. Tá viðgjørdi løgtingið eitt uppskot frá júst Høgna Hoydal og Gunvør Balle, sum vegna Tjóðveldi løgdu fram uppskot um at broyta stýrisskipanarlógina soleiðis, at ein minniluti av løgtinginum altíð kundi fáa eitt mál út til fólkaatkvøðu. Jógvan á Lakjuni minnir Høgna Hoydal á hetta lyfti, nú løgtingið í dag skal taka støðu til, um broytingarnar í hjúnarbandslógini skulu til fólkaatkvøðu. 76 prosent av teimum spurdu svara, at tey javnan ikki eta døgurða um kvøldið, so børnini kunnu fáa nóg mikið at eta. Og 56 prosent av teimum spurdu siga, at tey ikki megna at halda húsini heit. Viðvíkjandi makrelinum er talan um 64 prosent meira enn fiskifrøðingarnir í ICES mæla til. Og svartkjafturin fer 39 prosent upp um vísindaligu ráðini. Nú rópar orsteinn Sigurðsson á íslendska havrannsóknarstovninum varskó. Hetta er at spæla við eld, sigur hann við Fiskifr ttir, tí alt ov nógv verður fiskað. Tí áseta londini sær sjálvum kvotur, sum, tá tær verða lagdar saman, fara langt upp um tað, sum fiskifrøðingar halda, at stovnarnir tola. Bogi Bech Jensen, stjóri á Glasi, leitar eftir undirvísarum til ikki færri enn 26 ymsar lærugreinar, nú fakligi hornasteinurin undir nýggja miðnámsskúlanum í Havn verður lagdur. Umsóknin skal latast inn talgilt. Og so er tað ein fyrimunur hjá teimum, ið søkja, at tey hava royndir úr eitt nú vinnulívinum og embætisverkinum ella hava øðrvísi royndir ella útbúgving. Tónleikurin fyllir ómetaliga nógv hjá Sissal Grækarisdóttir Magnussen. Hon er 26 ára gomul, hevur verið við í sangleikum sum Jesus Christ Superstar, Sangi í mjørka og Rósu Mariu, og so hevur hon seinastu fýra árini havt egnan bólk. Nú royna tey at savna pening til at spæla løg inn, áðrenn fleiri í bólkinum fara av landinum. Ein máti at gera tað upp á var at hava eina ókeypis konsert fyrr í vikuni, tá fólk sjálv kundu koyra pening í ein hatt. Eisini hjá kvinnunum eru tær bestu við, eitt nú Deta Hedman, Sharon Prins, Aileen de Graaf, Ramona Eriksen, Lisa Ashton og Anastaciu Dobromyslova. Um hálvgum tvey tíðina samtyktið løgtingið við 19 atkvøðum uppskotið við rikislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar partar av broytingum í hjúnabandslógini og rættarvirknaðarlógini sum loyva samkyndum at giftast borgarliga. Tað lá í kortunum, at broytingin í hjúnabandslógini fór at verða samtykt eftir aðru viðgerð týsdagin og mikunáttina. Men tá tað í morgun gjørdist greitt, at Heðin Mortensen, ið ikki hevur verið serliga sinnaður at atkvøða fyri uppskotinum, var farin í farloyvi, og Hilbert Elisson var komin í hansara stað, so var sloppið. Og so bleiv. Tá avtornaði, atkvøddu samgongan, ið telur 16 tinglimir, Sonja Jógvansdóttir, uttanflokka tingkvinna, og teir báðir sambandstingmenninir, Edmund Joensen og Magni Laksáfoss, fyri. Handlarnir hjá Rúsdrekkasøluni selja alsamt meira veikan løg, tí serliga sølan av spiritusi minkar. Hetta vísir seinasta uppgerðin hjá Rúsdrekkasøluni, sigur Rúsdrekkasølan í tíðindaskrivi. Tølini vísa, at meira verður selt av víni, meðan minni verður selt av spiritusi. Í 2008 vórðu seldir 48.899 litrar av reinum alkoholi í víni. Í 2015 var talið 53.770 litrar. Í 2008 vórður seldir 87.704 litrar av reinum alkoholi í spiritusi, men í 2015 var talið minkað heilt niður í 68.563 litrar. Sølan av øli er at kalla óbroytt í mong ár. Í fíggjarætlanini fyri 2016 verður roknað við 72,5 milliónum krónum í avlopi, og í løtuni eru ongar ætlanir um hægri elprísir, stendur í tíðindaskrivinum. Í løtuni er Kosovo ikki limur í hvørki UEFA ella FIFA, men á næstu fundum hjá felagsskapunum, ið verða ávikavist 3. mai og 13. mai, fær Kosovo væntandi limaskap. Bæði persónliga og sum politikari hevur broytingin í hjúnabandslógini verið eitt stórmál hjá Sonju Jógvansdóttir, sum í fjør bleiv fyrsti opni samkyndi politikarin, sum er valdur í Løgtingið. Møguleikarnir fyri ostinum úr Føroyum úti í stóru verð eru óavmarkaðir, sigur John Gynther, menningarleiðari í donsku stórfyritøkuni Arla. Osturin er heilt sín egin, og tað er nýggjum smakki leitað verður eftir. Til tað hevur Arla eina heila deild, sum John Gynther stendur á odda fyri. Í hesum føri ger samanrenningin millum danska mjólk og føroyska verðrið, at tvey plus tvey verða fimm, sigur John Gynther. John Gynther samanber við skerpikjøtið, men munurin er, at ostarnir ikki eru ræstnaðir men tornaðir, so teir kunnu samanberast við parmesan, hóast smakkurin er øðrvísi. Skal osturin kunna útflytast úr Føroyum, er neyðugt at fáa í lag avtalu við ES, so heilsufrøðiligar forðingar ikki verða lagdar fyri ostin á marknaðin í Evropa, sigur John Gynther. Í ársfrágreiðingini, sum varð løgd fram á aðalfundinum, sigur nevndin í SEV, at ætlanin í 2016 er at seta løðistøðir upp í Havn, í Runavík, við Streymin, í Sandoynni, í Suðuroynni og á flogvøllinum. Fyrsta løðistøðin til el riknar bilar varð stutt fyri jól í fjør sett upp í Klaksvík. Tann royndin hevur eydnast væl, og tí ætlar SEV at seta fleiri støðir upp í hesum árinum. Landsstýrið og SEV hava áður boðað frá, at í 2030 skal øll orka á landi vera grøn. Tað vil siga, at øll el nýtsla á landi skal koma frá varandi orkukeldum. Hóast samráðast hevur verið síðani týsmorgunin, eru Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini ikki enn komin á mál við samráðingunum um nýggjár sáttmálar, skrivar Vinnuhúsið. Tað hendi í gjár, tá Poul Michelsen, uttanríkis og vinnumálaráðharri, hitti amerikanska sendiharran í Keypmannahavn, Rufus Gifford, at tosa um meira vinnuligt samband landanna millum. Hann handaði sendiharranum eitt føroyskt uppskot til ein sonevndan TIFA sáttmála, ið er ein rammusáttmáli fyri at fremja handil og íløgur landanna millum. Teir báðir umrøddu møguleikar fyri øktum vinnuligum sambandi, eins og ætlaðu vitjanina hjá amerikanska sendiharranum til Føroya á ólavsøku. Evnini hesa ferð eru seg um eina kvinnu í 30 unum, sum ilskast um, hví tað skal fylla so nógv hjá familju og vinum, at hon er støk. Ein maður vil hava panelið at siga sína hugsan um diskretión og tagnarskyldu í sambandi við lækna og apoteksvitjan. Og so er tað eitt par, sum vil hava góð ráð um, hvussu tey skulu siga við systur mannin, at sjeikurin, hon júst hevur fingið, ikki er av Guds bestu børnum. Meira verður selt av víni og minni av spiritus. Av øllum vørusløgum vórðu seldir góður 180.000 litrar av reinum alkoholi í 2015. Í 2010 vórðu seldir 189.000 litrar. Í 2008 vórður seldir góðir 88.000 litrar av reinum alkoholi í spiritusi, men í 2015 var talið minkað niður í knapt 69.000 litrar. Sølan av øli er at kalla óbroytt í mong ár. Persónar millum 16 og 18 ár, og sum hava staðið vápnatrygdarskeið, hava loyvi at nýta høglbyrsur, tá tey eru saman við persónum, ið hava vápnaprógv og eru 25 ár ella eldri. Føroya Løgting hevur samtykt, at okkara felags lógarverk skal umboða okkara felags menniskjasligheit og virði og ikki okkara ymiskleika, skrivar felagsskapurin í yvirlýsing. Amnesty International sum altjóða felagsskapur hevur síðani 2007 heitt á øll lond um at steðga mismuni í samband við borgarliga vígslu. Í 2011 skipaði Amnesty International Føroya Deild fyri almennum tiltaki, har ljós varð varpað á støðuna hjá samkyndum og tvíkyndum í Føroyum. Síðan tá hevur felagsskapurin stuðlað LGBT og málinum at tryggja javnrættindi í hjúnabandslógini. Fimm ár seinni er málið rokkið, og hetta eigur felagsskapurin LGBT Føroyar fullan heiður av sjálvsagt saman við uppskotsetarunum og teimum 19 løgtingsfólkunum, sum atkvøddu fyri broytingunum í hjúnabandslógini, sigur Amnesty International Føroya Deild í yvirlýsing. Tí er neyðugt við yvirskoti í rakstrinum, so felagið hevur eina munagóða sjálvsfígging til íløgurnar. Hetta er neyðugt, so skuldin ikki gerst ov stór og til ber at fáa fígging til vega frá útlendskum lánsveitarum, sigur nevndin í ársfrágreiðingini. Løgmaður hevur um vikuskifiti verið í Grønlandi í sambandi við árliga ríkisfundin millum stjónarleiðararnar í Danmark, Grønlandi og Føroyum. Tríggir tímar við tónleiki hjá Prince og hugleiðingum og práti um hetta tónlistarliga flogvit, ið varð tikið frá okkum alt ov tíðliga. Prince gjørdi ein sang, sum æt Sometimes It Snows In April . Á føroyskum er tað lambasprænur Ilsligt verður kavi, regn, vindur um várið, tá ið lembingin er fyri, so lomb doyggja. Samrøður við Óla Poulsen, Joel Cole, Jade Tittle, Kára Jacobsen, Knút Háberg Eysturstein og ikki minst Róin Siggertsson, ella RoWan, ið tulkar Puple Rain hjá Prince. Lógaruppskotið um miðlastuðul kom ikki úr aftur mentanarnevndini hjá Løgtinginum, áðrenn tingfólkini fóru í summarfrí fríggjakvøldið. Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, ætlaði annars, at útberingarstuðul skuldi latast privatum tíðindamiðlum til útbering av føroyskum tíðindabløðum, sum í minsta lagi verða givin út eina ferð um vikuna. Orsøkin var, at tað hevur verið trupult hjá føroysku tíðindabløðunum at fáa raksturin at bera seg. Georg L. Petersen, blaðstjóri á Dimmalætting, hevur ivast í, um uppskotið var skilagott, tí hann helt vanda vera fyri, at Posta fór bara at hækka postgjaldið fyri tíðindabløð. Hann helt, at landsstýriskvinnan skuldi í størri mun roynt at styrkt redaktiónella umhvørvið í Føroyum. Hin megintátturin í lógaruppskotinum var at veita stuðul til journalistiska og málsliga førleikamenning í breiðari merking. Tað verður kortini av ongum á hesum sinni, tí málið kom ikki úr aftur mentanarnevndini, áðrenn tingfólkini fóru í summarfrí. Átta onnur mál ikki komin úr nevnd Onnur mál, sum ikki komu úr nevnd, vóru millum annað lógaruppskotið hjá Sirið Stenberg, sum vildi broyta elveitingarlógina fyri at geva SEV møguleika at differentiera el prísirnar. Heldur ikki nýggja kommunuvallógin varð samtykt í hesari tingsetuni. Tvey uppskot hjá uttanflokkatingkvinnuni Sonju Jógvansdóttir fella eisini burtur. Tað eru uppskotini um at broyta lógina um sjúkradagpengar og at broyta skattalógina, so limagjald til fakfeløg kann dragast frá í skatti. 108 mál vóru løgd fyri Løgtingið hesa tingsetuna. Av teimum vóru seks mál tikin aftur, og átta mál komu ikki úr nevnd. Løgtingið kemur saman aftur á ólavssøku. Níggjunda umfar í Effodeildini er í dag, og vit stroyma tveir dystir beinleiðis á heimasíðuni. Víkingur B36 Leivur Frederiksen sigur frá. Skála TB Eliesar Olsen sigur frá. Bólturin er eisini á skránni í dag, men sendingin byrjar tó ikki fyrr enn klokkan 16.00, tí vit senda frá fyrsta mai dagshaldinum á Vaglinum í Havn fyrst. Men hvussu hevur fólkaræðið tað í dag Beinta í Jákupsstovu, stjórnmálafrøðingur, heldur, at avbjóðingarnar, ið vóru galdandi fyri 100 árum síðan, spøkja framvegis í dag. Politiski vinstravongurin hevur so at siga einkarrættin til at halda ideologiskar røður 1. mai, hóast gongdin í Norðurlondum hevur verið tann, at fleiri arbeiðarar velja borgarligar flokkar. Tað sigur søgufrøðingurin Helgi Eidesgaard, sum skrivar bók um Havnar Arbeiðsmannafelag. Jens Marius Hentze varð føddur summarið 1940. Í 1942 var pápin við skonnartini Polarbjørn , tá hon varð bumbað á veg úr Íslandi. Manningin slapp í bátin og róði heilar 53 tímar, til teir vunnu upp land. Fyrstu havnarferð sína var Jens Marius í 1945. Tá varð hann hóttur við, at Henry politi kom eftir honum, tí hann hevði gjørt fortreð. Í Skopun var øll bygdin spælipláss. Spølini myndaðu tað dagliga arbeiði í bygdini, fiskiskap og fiskavirking, bjargaferðir, torv og hoyggj, men tey smáu børnini skuldu ansa sær niðri við sjógvin. Norskir miðlar skriva í dag, at tyrlan mátti venda við bæði týsdagin og mikudagin, tí ávaringarlampan í tyrluni vísti, at alt var ikki, sum tað skuldi. Hósdagin var tyrlan í rutuflúgving sum vant. Fríggjadagin datt tyrlan niður í Turøy í Norra. 13 fólk doyðu, 11 norðmenn, ein breti og ein italienari. Víkingur vann 1 0 ímóti B36 í Sarpugerði og málið kom longu eftir 9 minuttir, tá ið Philip Djordjevic var hægstur eftir horna og stútaði bóltin í netið. Tað málið bleiv tað einasta í dystinum, og sostatt reisti Víkingur seg í dag, eftir at teir hóskvøldið taptu fyri KÍ. Við sigrinum kemur Víkingur upp á 18 stig og er harvið nýtt oddalið í EFFOdeildini. Í Fuglafirði vann ÍF 4 2 ímóti HB í einum jøvnum og undirhaldandi dysti. HB legði seg annars á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá ið Christian R. Mouritsen setti eitt brotsspark í netið, men beint fyri hálvleik javnaði Adeshina Lawal fyri ÍF. Í seinna hálvleiki fylgdust liðini eisini, fyrst legði Jákup F. Hansen HB á odda 2 1, men Adeshina Lawal var skjótur at javna aftur til 2 2. Seinastu tíggju minuttirnar fekk ÍF tvey mál afturat og tryggjaðu sær soleiðis sigurin og tey trý stigini ímóti HB. Fyrst skoraði Bogi Reinert Petersen og lítla løtu seinni var tað Adeshina Lawal sum við sínum triðja máli í dag slóg ÍF sigurin fastan. KÍ vann 4 1 ímóti uppflytarunum úr B68 í Klaksvík. KÍ var omaná so at siga allan dystin, men tað var B68, sum legði seg odda eftir ein hálvan tíma við máli frá Kristian Antoni Andreasen. Men so kom ferð á hjá KÍ. Við einum reinum hattrikki syrgdi Jóanes Bjartalíð fyri, at støðan bleiv 1,2 og 3 1, áðrenn Hjalgrím Elttør setti punktum við máli í yvirtíðini, soleiðis at dysturin endaði 4 1 til KÍ. Í Runavík vann NSÍ 2 1 ímóti AB. Magnus Olsen legði heimaliðið á odda eftir 20 minuttir, og tá ið Monrad Holm Jacobsen hjá NSÍ varð rikin av vøllinum beint fyri hálvleik varð lagt upp til ein spennandi seinna hálvleik. Men við brotssparki, sum Klæmint A. Olsen tók sær av, legði NSÍ seg á odda 2 0, og hóast Rasmus Dan Sørensen minkaði um munin fyri AB, so komu teir ikki nærri nøkrum stigi og NSÍ vann sostatt dystin 2 1. Á Skála vann heimaliðið Skála stórsigur ímóti TB, dysturin endaði 5 1 til heimaliðið. Jónhard Frederiksberg skjeyt trý mál fyri Skála, ímeðan Álvur Christiansen og Jákup Johansen skutu hvør sítt. Øll málini hjá Skála komu innanfyri fyrsta tíman av dystinum og eftir hetta var ikki nógv at skriva heim um fyrrenn seks minuttir fyri leiklok, tá ið Teitur Justinussen pyntaði um úrslitið fyri TB, soleiðis at dysturin endaði 5 1. Dagsins úrslit bera við sær, at bert fýra stig eru ímillum nummar eitt og seks. 1 Víkingur 18 2 KÍ 17 3 B36 17 4 HB 17 5 NSÍ 15 6 ÍF 14 7 Skála 9 8 TB 8 9 AB 5 10 B68 3 Ein nýggj kanning vísir, at standurin á bygninginum er nógv betri, enn tey hava hildið. Verkfrøðingurin Preben Hansen stóð fyri boriroyndunum, sum vóru sendar til Teknologisk Insitut í Danmark. Har vóru boðini til Preben Hansen greið, sigur Karl Jóhan Nielsen, sum er formaður fyri savnið. Lógaruppskotið varð samtykt í Løgtinginum fríggjakvøldið. Ein teirra, ið serliga fegnast um tað, er Maud Wang Hansen, sum hevur funnist at skipanini. Hon er mamma ein, sum er fyritíðarpensjónistur. Fyri at gera tað lættari hjá partafelagnum Eystur og Sandoyartunlum at fáa lagalig lán, hevur Løgtingið samtykt, at landskassin eisini skal tryggja minstu ferðslu í Sandoyartunlinum. Ivi var um, antin landsstýrismaðurin í samferðslumálum kundi lata trygd fyri ferðsluni í báðum tunlunum, og ikki bara í Eysturoyartunlinum. Landsstýrismaðurin í samferðslumálum hevur fingið víðari heimildir í sambandi við lántøku til Eystur og Sandoyartunlar. Tingfólk úr øllum sjey flokkum løgdu fram uppskotið. Í viðmerkingunum um uppskotið verður sagt, at P F Eystur og Sandoyartunlar hevur samráðingar um lán til tunlarnar. Í tí sambandi hevur ivi stungið seg upp, hvussu langt heimildin hjá landsstýrismanninum at veita trygd fyri minstu ferðslu røkkur. Samferðslumálaráðið metir ikki, at landsstýrismaðurin hevur heimild at veita trygd fyri ferðsluni í Eysturoyartunlinum, men bara í Sandoyartunlinum. Trygdin fevnir heldur ikki um byggitíðina, tá váðin er størstur. Treytirnar fyri fíggingini, serliga rentan, eru tengdar at, hvørjum landskassin kann veðhalda fyri. Løgtingið samtykti uppskotið fríggjakvøldið. Hóast allir flokkar áttu uppskotið, vóru tvær atkvøður í móti tí. Uppskotið var ikki sent til hoyringar, tí stundir vóru ikki til tess. Stundir vóru heldur ikki til at senda málið í nevnd, tí tingið skuldi í summarfrí fríggjakvøldið. Ikki ber til at siga, hvussu nógv lógarbroytingin fer at kosta landinum. Á aðalfundi hjá P F Eystur og Sandoyartunlum í síðstu viku varð upplýst, at koyra 5000 bilar í tunlunum um dagin í staðin fyri 6000 bilar, sum roknað verður við, kostar tað landinum 20 milliónir krónur um árið. Seinnapartin í gjár gjørdi vinnarin vart við seg. Vit mangla enn at fáa onkur formell viðurskifti í rættlag, men jú, vit kunnu siga, at føroyski lottovinnarin er funnin. Um vikuskiftið frættu vit, at ein persónur, sum hevði keypt lotto seðil í Føroyum, hevði vunnið ikki færri enn 27 milliónir krónur. Men trupulleikin var tann, at viðkomandi visti kanska ikki av, at hann var blivin millionerur, tí hjá spælifyritøkuni Danske Spil, høvdu tey einki frætt frá hepna vinnaranum. Í morgunsendingini fortaldi Marie Vestergaard, hvat nú fer at henda hjá føroyinginum, sum nú er blivin 27 milliónir krónur ríkari. Samráðingar vóru frá týsmorgni til fríggjadag í síðstu viku, men komið var ikki á mál. Fríggjakvøldið varð boðað frá, at sáttmálarnir vóru longdir til á midnátt í annaðkvøld. Partarnir lótu hvørjum øðrum krøvini, sum teir vilja hava við í nýggjan sáttmála, tann 29. mars. Tá byrjaðu samráðingarnar eisini, og nógvir fundir hava verið. Feløgini eru samd um einki at siga um krøvini og samráðingarnar annars. Tey fimm fakfeløgini í sáttmálasamráðingunum eru Føroya arbeiðarafelag, Havnar arbeiðskvinnufelag, Havnar arbeiðarafelag, Klaksvíkar arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar arbeiðsmannafelag. Ein uppgerð hjá Bloomberg vísir, at londini í OPEC seldu 484.000 tunnur av olju meir enn tey skuldu í apríl. So nógva olju hava londini ikki selt síðani í 1989. Samstundis hækkaði oljuprísurin við 20 prosentum í apríl, og so nógv er prísurin ikki hækkaður ein einstakan mánað í meir enn eitt ár. Tá eg var í haganum helt eg meg síggja eina ær sum hevði lembt trý. Men hon var so mikið langt burtur, at eg helt, at tað mátti helst vera ein steinur, sum lá tætt við, har hon hevði lembt. Men so við eitt sá eg tað týðiligari, jú mín sann ein trílemba Tað er hent eina ferð fyrr, síðan vit komu higar í 1994. Tá ið eg var komin til hús, mátti eg niðan aftur at kanna málið, um tað veruliga var talan um trý lomb. Og eg gjørdist ikki sørt skakkur, tá eg varnaðist, at tað, sum eg hevði hildið vera okkurt svart, ein steinur ella tílíkt við kikaranum, var tvey lomb, sum lógu í trunka og vermdu hvørt annað. Talan er um eina heilt vanliga hagaær, sum aldrin so mikið sum hevur luktað til hoyggj enn minni kraftfóður, men hevur gingið úti í haganum alt sítt lív. Talan er um ein sigur hjá hóvliga forsetanum, Hassan Rouhani, at fólk heldur velja kvinnur enn víðgongdar prestar í tjóðartingið. Nú eru 18 kvinnur í iranska tjóðartinginum og tað er tvær ferðir so nógvar sum frammanundan. Hóast tað eftir vesturlendskari meting ikki er serliga nógv, at 18 av teimum 290 umboðunum eru kvinnur, so er talan um stóra broyting í Iran. Ongantíð síðani 1979, tá islamska prestastýrið kom til valdið, eru so nógvar kvinnur valdar í tingið. Tá fyrsta valið var eftir kollveltingina í 1979, vórðu 164 prestar valdir, nú vóru bert 16 valdir í tjóðartingið. Valið prógvaði samstundis, at harðrendu polittikararnir ikki eru eins væl umtóktir í Iran sum teir hava verið, og fyri hvørt val fækkar talið av teimum harðrendu, sum ikki vilja vita av samstarvi við vesturheimin, samstundis sum talið á teimum sum vilja samstarva við vesturheimin økist. Allar níggju kvinnurnar sum hava mannað tjóðartingið seinastu árini, eru mettar at vera konservativar. Eingin av teimum varð vald aftur, og allar tær 18, sum nú eru valdar, hoyra til hóvliga veingin hjá forsetanum. Eitt hæddarpunkt í sendingini Lambasprænur Prince til minnis leygardagin var, at vestmenningurin Róin Siggertsson, ella RoWan, ið hann eisini kallar seg, tulkaði kendasta sangin hjá Prince, Purple Rain . Aftrat sær hevði RoWan Paula Magnussen, ið spældi steelguitar. Tað eru fleiri ymiskar orsøkir til, at børn og ung eru einsamøll. Tey verða av ymiskum grundum útifryst. Eitt nú kann húðarlitur, frítíðarítriv og vekt vera nakað, sum plágar tey, sigur Salua Manai. Í síðstu viku hevði Margarinfabrikkin einsemi sum tema, og næstu vikurnar fara tey eisini at skipa fyri sokallaðum barnafundum, har børn og ung práta um einsemi. Íbúðir fara at seta sín dám á bústaðarbyggingina í Havn næstu árini, upplýsir Tórshavnar kommuna. Nú eru sjey prosent av bústøðunum í kommununi íbúðir, upplýsir kommunan á heimasíðuni . Kommunuætlanin verður dagførd næsta ár. Og býráðið vil fegin frætta frá fólki í kommununi, hvat tey vilja hava við í ætlanina. Ætlanin er framvegis, at fólkatalið í kommununi skal vaksa eitt prosent um árið. Tvey tey seinastu árini er fólkatalið í Tórshavnar kommunu vaksið ávikavist 1,4 og 1,5 prosent. Mett verður, at veksur fólkatalið sambært forsøgnini, er brúk fyri 2.040 nýggjum bústøðum. Á sama hátt sum í øðrum vesturlendskum londum verður roknað við, at húskini í Føroyum gerast 10 prosent minni komandi 16 árini. Tá vera í miðal 2,45 fólk í hvørjum húski í Føroyum. Við væntaða vøkstrinum fram til 2030 verða 400 børn afturat í aldrinum 0 6 ár í Tórshavnar kommunu. Tí verður brúk fyri seks nýggjum dagstovnum. Og brúk verður fyri 210 nýggjum bústøðum til fólkapensjónistar. Tey, sum vóru til brúðarhús í Reinsarínum fríggjakvøldið, hava helst lagt eyga á Mike. Hann framførdi við einari full face drag sminku, og tað er júst hetta lookið, Jóhanna lærir okkum í sminkufilminum hesa vikuna. Floksformenninir fáa fundarboð frá løgmanni um 14 dagar. Semja skal fáast um, hvat føroyska fólkið skal spyrjast um á fólkaatkvøðuni næsta ár. Kanningin verður ikki hundrað prosent eftirfarandi, men kann verða avgerandi fyri nógv, sum annars høvdu verið viðgjørd alt ov seint. Hoyr samrøðuna við Fróða Joensen, barnalækna, ið er knýttur til arbeiðið at kanna føroyskar nýføðingar. Royndi í morgun tú til fánýtis at keypa atgongumerki til HM undankappingardystin móti Portugal í oktober mánað, so ert tú ikki einsamallur. Sølan byrjaði klokkan tíggju fyrrapartin. Tað tók bara sjey minuttir at selja tey síðstu atgongumerkini til dystin, skrivar Fótbóltssambandið á heimasíðuni . Føroyar hava einaferð áður leikt fótbóltsdyst móti Portugal. Tað var í venjingardysti í Aveiro 20. august í 2008. Tá vann Portugal 5 0. hesari seinnu sending, har Birgir Kruse avloysir Petur Rouch, hoyra vit millum annað frá John Rich, Mark Knopler og Kiefer Sutherland. Lagt til rættis Birgir Kruse. Danska ráðgevandi verkfrøðingafyritøkan, Lemming og Eriksson, ið er partur av stóru byggiverkætlanini við Marknagil, sum danska arkitektafyritøkan Bjarke Ingels Group, BIG, hevur teknað, er farin á húsagang. Um tað fær avleiðingar fyri sjálva byggingina er ikki heilt greitt enn. Lemming og Eriksson, ið gjørdi nógv umrødda roknifeilin í berandi kontruktiónini av skúladeplinum, er undirveitari hjá høvuðsráðgevanum, BIG. Tí er tað uppgávan hjá BIG at loysa trupulleikar, ið kunnu standast av, at undirveitarin ikki longur kann vera partur verkætlanini, skrivar Landsverk á heimasíðuni. Fyritøkan, ið hevur gjørt tekningarnar til alt betong og stálarbeiðið til Skúladepilin í Marknagili, Glasir, fór á húsagang í morgun. Søgnin um Beintu, sum var líka óstýrilig sum føroyska náttúran, er nú vorðin til eitt øðrvísi nútímans synfoniskt verk, sum varð framført á Spotfestivalinum í Aarhus um vikuskiftið. Tað heldur grønlendski landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Vittus Qujau kit soq, um frágreiðingina hjá Peter Taksøe Jensen um uttanríkispolitikkin hjá ríkisfelagsskapinum í framtíðini, ella til 2030. Landsstýrismaðurin heldur tað vera ræðandi, um nýggi uttanríkispolitikkurin bara skal byggja á donsk virði og donsk áhugamál, tí danski uttanríkispolitikkurin er eisini galdandi fyri Grønland og Føroyar. Sambært KNR , grønlendska kringvarpinum, fýlist landsstýrismaðurin í uttanríkismálum á, at Peter Taksøe Jensen hugsar hvørki um Grønland ella Føroyar, tá hann nevnir tjóðskaparligu áhugamálini, sum sambært honum eiga at gerast grundarlagið undir uttanríkispolitikkinum hjá ríkisfelagsskapinum. Vittus Qujau kit soq væntar ikki, at landsstýrið í Grønlandi fer at taka undir tilmælunum hjá Peter Taksøe Jensen. Heldur ikki Aleqa Hammond, fólkatingskvinna og fyrrverandi landsstýrisforkvinna, er fegin um frágreiðingina. Hon dugir heldur ikki, sambært KNR, at síggja grønlendsku áhugamálini í tilmælunum um uttanríkis , verju , og trygdarpolitikkin hjá ríkisfelagsskapinum. Tilmælini byggja bara á donsk virði. Viðvíkjandi politikkinum í Arktis tykist ikki sum at grønlendsku áhugamálini eru tikin við, sigur Aleqa Hammond. Føroyar eru ofta nevndar í frágreiðingini hjá Peter Taksøe Jensen, men føroysk uttanríkispolitisk seráhugamál eru ikki nevnd. Peter Taksøe Jensen er danskur sendimaður í Washington. Sambært honum gera Grønland og Føroyar, at danska ríkið í stødd er tað 12. størsta í heiminum og hernaðarliga triðja størsta limalandið í Nato. Uttan ríkisfelagsskapin er Danmark bara eitt lítið land í Evropa. Frágreiðingin hjá Peter Taksøe Jensen varð almannakunngjørd í gjár. Frágreiðingin, sum er 128 síður, kann lesast á heimasíðuni hjá danska uttanríkismálaráðnum, um.dk Ferðavinnan vil ikki hava sitandi á sær, at skjóttgangandi bátar eru ein hóttan móti sjófuglinum í fuglabjørgunum. Vit hava øll neyðug fyrilit fyri náttúruni, sigur Eyðun Berg hjá felagnum NAX North Atlantic Xperience , sum siglir ferðafólk undir fuglabjørgini. Mannagongdirna í Almannaverkinum skulu broytast. Tað sigur Eygunn Samuelsen, landsstýriskvinnan í almannamálum. Tað er serliga í teimum økjum, har borgarin má samskifta við fleiri stovnar undir ráðunum, at tørvur er á betri samstarvi, sigur hon. Teir eru 9 ára gamlir og búgva ímillum Gilja í Hoyvík. Páll og Róðar spæla lego, pluss pluss og fyritíðina spæla teir allarmest playmobil. Teir brúka sítt hugflog og hava tað ordiliga stuttligt, og spæla í fleiri tímar, hvønn dag. Teir heva sent bræv og greiða frá playmobil. Tórshavnar Kamarkór hevur verið í írska býnum Cork á altjóða sangkappingini Cork International Choral Festival. Her hittast kór úr øllum heiminum, og dygdin er á rættiliga høgum stigi hjá kórunum. Hesa ferð er sendingin gjørd við tí í huga, at í dag er 1. mai, altjóða arbeiðaradagur, og evni í sangunum eru um hetta. Lagt til rættis Petur Hentze Niclasen. Annað árið á rað skal Føroya feitasti bilur finnast. Tað eru teir tríggir, Halleluja Sofus, Maggi og Bil Óli, sum fara at kjósa Føroya feitasta bil á torginum í SMS í Havn tann 20. mai. Í fjør valdu teir ein Dogde Magnum sum Føroya feitasta bil, men teir tríggir í dómsnevndini siga, at Føroya feitasti bilur hvørki nýtist at vera stórur ella dýrur, hann skal bara vera feitur og tað eru tað fleiri lítil og bílig model, ið eru. Sofus Hansen, Magnus Gunnarsson og Óli Mouritsen vitjaðu Góðan morgun Føroyar og greiddu frá kappingini, sum er á torginum í SMS 17. 20. mai. Vit frættu í gjár, at spælifyritøkan Danske Spil hevði funnið føroyska vinnaran av stóra Lotto vinninginum, sum er 27 milliónir krónur. Í tí sambandi bleiv nevnt, at ynskir føroyingurin tað, so kann viðkomandi fáa hjálp frá einum sokallaðum millionerráðgeva ein ráðgevi, sum skal hjálpa og vegleiða hepna vinnaranum, nú viðkomandi brádliga fær ein ovurstóra peningaupphædd um hendi. Um so er, at føroyski millionerurin tekur av tilboðnum at práta við ein millionerráðgeva, so kann tað vera, at Harry Aamann kemur til Føroya, tí hann er millionerráðgevi hjá Danske Spil og hevur verið tað seinastu 10 árini. Sjálvandi eru tey altíð ovfarin og bilsin, tí brádliga hava tey eina rúgvu av pengum um hendi og kunnu alt tað, tey so mangan einans hava droymt um, sigur Harry Aamann og leggur afturat Tey flestu eru tó rættiliga skilagóð, tá tað snýr seg um at brúka pengarnar. Eitt tað fyrsta, tey hugsa um, tá tey hava vunnið, er ofta, at nú kunnu tey keypa ein nýggjan bil, fara at ferðast, skifta tak og so framvegis, sigur Harry Aamann. Men sambært millionerráðgevanum kann tað eisini elva til høvuðbrýggj, tá ein persónur knappliga fær ein ovurstóra peningaliga upphædd. Vit vita av royndum, at fleiri vinnarar eisini halda, at tað er trupult, tá teir vinna ovurstórar upphæddir, tí hvat skulu tey gera við pengarnar Eg veit, at mongu milliónirnar mangan geva vinnarunum svøvnleysar nætur, tí brádliga er alt øðrvísi og aðrir trupulleikar enn teir vanligu taka seg upp, sigur Harry Aamann. Leicester gjørdist í gjárkvøldið enskur meistari, tá Chelsea og Tottenham spældu javnleik 2 2. Stigabýtið merkir, at júst Tottenham, sum er nummar tvey, ikki hevur møguleika at fáa Chelsea aftur, sum er á odda við sjey stigum, nú bara seks stig eru eftir at spæla um. Tí er Leicester enskur meistari. Tað er stórt, nógv størri enn fleiri okkara kunnu ímynda okkum. Leivur Frederiksen, ítróttarredaktørur í Kringvarpinum, vitjaði morgunsendingina til eitt prát um Leicester og ótrúliga bragdið, teir hava framt. Landsverk hevur góðkent báðar for verkætlanirnar, og nú verða sjálvar verkætlanirnar gjørdar. Tær verða lidnar nú í mai, og í juni verður arbeiðið at gera báðar undirsjóvartunlarnir og vegirnar til teirra boðið út Tað stendur í ársfrágreiðingini hjá P f Eystur og Sandoyartunlum fyri 2015. P f Eystur og Sandoyartunlar væntar, at fyrsta skotið í Eysturoyartunlinum verður latið av í ár. Tá liðugt er at bora Eysturoyartunnilin, verður farið undir Sandoyartunnilin. Tað verður í 2018. Partafelagið Eystur og Sandoyartunlar hevði góðar 2,2 milliónir krónur í halli í fjør. Rakstrarhallið er drigið frá eginognini, sum var 20 milliónir krónur. Felagið fekk fimm milliónir krónur úr landskassanum í partapeningi í fjør. Seinastu trý árini hava fleiri ymisk fólk í Sunda kommunu arbeitt við at menna eitt talgilt kort við staðarnøvnum og gomlu bygdargøtunum í kommununi. Við hesum kortinum eru allir upplýsingar um staðarnøvn og bygdargøtur savnaðir á einum stað. Ætlanin er, at fólk skulu brúka kortið, tá tey vilja hava upplýsingar um okkurt ávíst stað í kommununi og kunna seg um gongutúrar eftir gomlu bygdargøtunum, sigur Noomi K. Rasmussen. Ein, sum hevur verið við til at savna inn upplýsingar um staðarnøvnini, er Asfinn Sigvardsen. Longu fyri 30 árum síðani byrjaði hann at skriva staðarnøvn niður, men ikki fyrr enn nú kunnu tey veruliga verið til gleði og gagns fyri onnur. Eg havi fyrst og fremst savnað tilfarð inn um staðarnøvnini við Gjógv, og har havi eg so prátað við ymisk heimildarfólk, sum jú vita eina rúgvu, sigur Asfinn Sigvardsen, ið fegnast um nýggja, talgilda kortið. Á henda hátt verður vitanin varðveitt, og eg ímyndi mær, at eitt nú skúlaflokkar og gongufólk kunnu fáa nógva gleði av kortinum, sigur Asfinn Sigvardsen. Gongustjørnan Libris Hvat hendir á gongustjørnuni Libris Bøkur flúgva avstað og hvørva Hvør er tað sum ikki vil, at fólk skulu lesa bøkur Lítli prinsur og Revur fara í gongd við at kanna tað og finna út av, at talan er um eina søgu um kærleika og øvundsjúku. Føroya rættur skal ikki avgera, um Løgtingið kann gera lógir um arbeiðið hjá politinum. Ein serliga nevnd við føroyingum og dønum viðger slík ivamál, sigur heimastýrislógin. Henrik Weihe Joensen vildi hava Fiskimálaráðið dømt at viðganga, at grindalógin er ógildug og hevur ongan rættarvirknað. Orsøkin er, at í grindalógini, sum kom í fjør, eru ásetingar um arbeiðið hjá politinum. Løgtingið hevur onga heimild at gera lógir um politiið, tí politiið er danskt málsøki. Henrik Weihe Joensen sigur eisini, at grindalógin er brot á grundlógina, tí í henni fekk politiið heimild at halda fólki aftur í meira enn 24 tímar uttan at fara í rættin við teimum. Fiskimálaráðið helt uppá, at sambært heimastýrislógini avger ein serlig nevnd, og ikki dómsvaldið, um eitt málsøki er føroyskt ella danskt lóggávuøki, tað er, um føroyskir myndugleikar ella ríkismyndugleikarnir gera lógirnar. 28. partur Risagongustjørnan B 783 1. og 2. Partur Lítli prinsur og Revur ferðast ímillum stjørnurnar í Vetrarbreytini og eru komnir til gongustjørnuna B783, har alt er so risastórt, og mangt løgið hendir. Eitt nú verða øll brøv burtur, so fólk einki frætta frá sínum næstu, og so upplivir Revur, at ein HØNA rennur eftir honum og ætlar at eta hann. Risagongustjørnan B 783 1. og 2. Partur Lítli prinsur og Revur ferðast ímillum stjørnurnar í Vetrarbreytini og eru komnir til gongustjørnuna B783, har alt er so risastórt, og mangt løgið hendir. Eitt nú verða øll brøv burtur, so fólk einki frætta frá sínum næstu, og so upplivir Revur, at ein HØNA rennur eftir honum og ætlar at eta hann. Í samband við eitt tiltak undan World Press Freedom Day, sum var í Helsinki í Finlandi mánadagin 2. mai, hevði Norðurlandaráðið og Norðurlendska journalistsambandið bjóðað tíðindaleiðarinum í Kringvarpi Føroya, Liljuni Weihe, at greiða frá tollmálinum og fylginum, tað hevur havt við sær. Norðurlendsku fjølmiðlafólkini høvdu sera stóran áhuga í málinum og undraðust stórliga á, at tey stevndu í málinum ikki fingu meira stuðul enn tað sama. 30., 31. og 32. partur Gargantagongustjørnan. 1. 3. partar Lítli prinsur og Revur koma til eina gongustjørnu, har fólk kunnu ynskja sær serlig trø frá Gargantinum. Dagin fyri ta stóru stjørnuveistluna, tá tvær sólir standa á linju, byrja trøini at næla og vaksa. Revur ynskir sær sjálvandi eitt høsnatræ Tann gamli garganturin er farin frá, og nú skal fólkið velja ein nýggja. Men sum ikki einaferð loypa Slangan og Svørtu tankarnir split í. 30., 31. og 32. partur Gargantagongustjørnan. 1. 3. partar Lítli prinsur og Revur koma til eina gongustjørnu, har fólk kunnu ynskja sær serlig trø frá Gargantinum. Dagin fyri ta stóru stjørnuveistluna, tá tvær sólir standa á linju, byrja trøini at næla og vaksa. Revur ynskir sær sjálvandi eitt høsnatræ Tann gamli garganturin er farin frá, og nú skal fólkið velja ein nýggja. Men sum ikki einaferð loypa Slangan og Svørtu tankarnir split í. Løgtingið hevur samtykt at broyta lógina, so trygd verður veitt fyri minstu ferðslu í Sandoyar og Eysturoyartunlunum. Verður ferðslan minni enn mett, skal landið rinda tað, sum manglar í fyri at rinda lánini í tunnlunum. Púra burturvið, at landið skal veðhalda, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, tingmaður fyri Sambandsflokkin. Nei, sigur Henrik Old, landsstýrismaður. Talan er ikki um veðhald, sigur hann. Nýggja uttanríkispolitiska frágreiðingin hjá donsku stjórnini setur út í kortið, hvussu Danmark skal gagnnýta Føroyar og Grønland til egnan fyrimun. Frágreiðingin er øgiliga niðurgerandi, heldur Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkismálum. Hann vildi tí ikki vera við í arbeiðnum at orða uttanríkispolitisku frágreiðingina hjá donsku stjórnini. Nýggja vápnalógin, ið kom í gildi 1. januar í ár, ásetur, at persónar, sum eiga ella liggja inni við ólógligum skotvápnum, kunnu lata tey inn til Føroya landfúta uttan revsitiltøk. Men bara fram til 30. juni. Men enn er einki vápn innlatið, sigur Jan Fossaberg, løgreglumaður. Og talan er um sera vandamikil vápn, sigur Jan Fossaberg hjá løgregluni. Síðani 1969 hava vandamikil skotvápn, eitt nú riflur og revolvarar, kravt serstakt loyvi frá politinum. Vanligar høglbyrsur hava verið undantiknar hesum loyvi, og verða tað eisini frameftir. Eigur tú eitt søguligt skotvápn, sum verða mett at hava serligan mentanarsøguligan týdning fyri Føroyar, verður vápnið lati Søvnum Landsins til varðveitslu. Í sambandi við, at danska stjórnin hevur fingið frágreiðing um uttanríkispolitisku støðuna næstu árini, var Regin Berg, stjórnmálafrøðingur, gestur i sjónvarpsstovuni. Hann sigur, at sivilu trygdarviðurskiftini verða størsta avbjóðingum hjá føroyingum, nú alt bendir á, at skip fara at sigla útnyrðingsleiðina, tí ísurin bráðnar. Regin Berg væntar, at skipaferðslan á okkara leiðum fer at vaksa munandi. Tað fer at seta krøv til okkara um tilbúgving, hendir onkur vanlukka. Eisini verða størri krøv um umhvørvistrygd á sjónum. Samgongan fær tað trupult í heyst, tá næsta stórmál er á skránni við ella uttan uttanflokkatingkvinnuni Sonju Jógvansdóttir sum tungan á vágskálini. Tað kunngjørdi Føroya arbeiðsgevarafelag seint í gjárkvøldið. Sáttmálarnir, sum annars vóru galdandi til 1. mai, vórðu longdir til á midnátt í gjárkvøldið. Men samráðingarnar um nýggjar sáttmálar eru ikki lidnar, og tí eru gomlu sáttmálarnir longdir eitt samdøgur. Sáttmálasamráðingarnar halda fram í morgun. Við kunngerð, sum varð lýst í gjár, hevur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, hækkað vinningsprosentið hjá apotekunum úr 13 upp í 15 prosent. Undanmaður hennara, Karsten Hansen, lækkaði tað úr 15 niður í 13 prosent á nýggjárinum í fjør. Orsøkin til hækkingina nú er fíggjarstøðan hjá Apoteksverkinum. Vit hoyra søguna Yakov og teir sjey tjóvarnir. Madonna hevur skrivað. Anna Maria Reinert Jensen týddi til føroyskt. Finnur S. Olsen lesur. Søren Espersen, formaður í uttanríkispolitisku nevndini í Fólkatinginum, heldur, at prátið um uttanríkispolitikkin má vera eitt uppbyggiligt kjak. Magni Arge, fólkatingslimur, heldur, at Føroyar og Grønland eiga at gera eina líknandi frágreiðing um teirra uttanríkispolitik, eins og Danmark hevur gjørt. Bæði forsætisráðharrin og Søren Espersen, formaður í uttanríkispolitisku nevndini í Fólkatinginum, vísa hesum aftur. Talan verður um tvær milliónir krónur í bót fyri hvørt flóttafólk. Tað skrivar bretska blaðið, Financial Times, sum hevur embætisfólk í Brússel sum keldu. ES nevndin fer at almannakunngera nýggju skipanina í dag, skrivar blaðið. ES londini vórðu annars samd um at taka ímóti ávísum tali av flóttafólkum í fjør. Men tá streymurin av flóttafólkum vaks í stórum, kom stígur í, tí fleiri lond søgdu seg ikki hava ráð at taka ímóti so nógvum flóttafólkum, sum talan kundi gerast um. Streymurin av flóttafólkum er nógv minkaður, síðani Turkaland í mars gekk við til at taka ímóti flóttafólkum sum ikki fingu uppihaldsloyvi í Grikkalandi, samstundis sum ES londini skuldu taka ímóti 72.000 flóttafólkum, sum eru í legum í Turkalandi. Financial Times skrivar, at fýra embætisfólk í Brússel hava váttað, at talan verður um bøtur sum eru næstan tvær milliónir krónur fyri hvørt flóttafólk, um ES londini ikki vilja góðtaka avtaluna sum er gjørd við Turkaland. Nordisk Journalistforbund NJF sendi fyri løtu síðani út hesa almennu fráboðanina, her tey harmast um álopini á pressufrælsið í Føroyum Aftur í ár skipar Nes kommuna fyri Várdøgum, har ein gongutúrur var á skránni, frá húsinum Inni í Skúla í Saltnesi og inn á Gráastein, í Saltnesi, frásøgumaður verður Alfred Olsen. Nes kommuna hevur tvey tey seinastu árini skipað fyri Várdøgum, har kommunan eitt nú hevur havt ein gongutúr á skránni, og har Góðan morgun Føroyar hevur verið við á túrinum, og soleiðis er eisini í ár. Í hesum døgum eru tey í ferð við at gera tað tryggari hjá bæði ferðafólki og lundanum úti í Mykinesi, tí nú verður gøtan, sum gongur gjøgnum lundalandið, umvæld. Hetta er ein gøta, sum nógv ferðafólk ganga á hvørt ár, og nú veðrur hon umvæld, soleiðis at tað verður lættari hjá ferðafólki at ganga út til lundalandið. Somuleiðis fær lundin meira frið, tá gøtan er liðugt umvæld. Tað er Umhvørvisstovan, sum hevur tikið stig til umvælingina av gøtuni, og tað verður gjørt í sambandi við Ramsar sáttmálan, sum snýr seg um at verja umhvørvi og djóralív. Heini Heinesen hevur saman við øðrum staðið fyri arbeiðinum at umvæla gøtuna. Gøtan treingir til at umvælast, tí tá tað hevur verið vátt í veðrinum, eru ferðafólk farin at ganga aðrastaðni enn á júst rásini, sum kann blíva heldur runut. Tá verður lundin eisini lættari órógvaður, og tí haldi eg, at vit við tí nýggju gøtuni gera umstøðurnar betri fyri bæði ferðafólk og lundan, sigur Heini Heinesen. Um eg skal geva Adele stjørnur, har seks eru tað mesta, so fær Adele seks stjørnur. Hon var heilt fantastisk, sigur Rakul Eyvindsdóttir. Akstovan hevur sent løgregluni 231 mál um bileigarar, sum ikki hava goldið vegskatt ella trygging, ella ikki hava verið til sýn við bilinum í apríl. Løgreglan hevur verið úti og klipt nummarplátur av bilum, hvørs eigari ikki hevur rindað vegskatt ella trygging, ella ikki er møttur til sýn við bilunum. Býtt yvir landið er talan um 44 nummarplátur, sum skulu takast í Streymoynni og Sandoynni. 107 í Eysturoynni, 62 í Norðuroyggjum. 3 í Suðuri og 18 í Vágum. Í gjár vórðu nummarplátur á 15 bilum kliptar í Suðurstreymi, og í nátt 14. Í Eysturoynni og Norðoyggjum vóru klipt seks sett av nummarplátum, sigur Jan Hermansen, vaktleiðari á politistøðini í Havn. Løgreglan gjørdi í gjár eisini serlig átak í sambandi við at nú er ikki loyvt at koyra við píkadekkum. Men til gleði fyri løgregluna, varð eingin tikin fyri at koyra við píkum, sigur Jan Hermansen. Gongutúrur á Saltnesi. Alfred Olsen er ferðaleiðari og sigur frá støðunum Inni Í Skúla og Inni á Gráasteini Aftur í ár skipar Nes kommuna fyri Várdøgum, har ein gongutúrur var á skránni, frá húsinum Inni í Skúla í Saltnesi og inn á Gráastein, í Saltnesi, frásøgumaður verður Alfred Olsen. Heilivágurin gjørdist dýrari í dag. Men hækkingin átti at verið komin longu á nýggjárinum, sigur landsapotekarin. Orsøkin til hækkingina nú er fíggjarstøðan hjá Apoteksverkinum. Longu nú eru útlit fyri halli í ár, og tí er neyðugt longu nú at gera okkurt, sigur Kjartan Mohr, landsapotekari. Hann skal hava fund við fólk í Heilsumálaráðnum seinnapartin í dag. Tey tvey prosentstigini, sum prísirnir lækkaðu 1. januar í fjør, koma afturíaftur í dag. Við kunngerð, sum varð lýst í gjár, hevur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, hækkað vinningsprosentið hjá apotekunum úr 13 upp í 15 prosent. Undanmaður hennara, Karsten Hansen, lækkaði tað úr 15 niður í 13 prosent á nýggjárinum í fjør. Apoteksverkið hevði 300.000 krónur í halli í fjør. Men tað fíggjaði landskassin ikki. Hoyr stuttsøguna Eingir ránsmenn eru í skóginum , sum Bókadeild Føroya Lærarafelag gav út av nýggjum í 2010. RIa Tórgarð lesur og Elin Súsanna Jacobsen týddi Nýggj kanning á Eirargarði 16 staðfestir minni nøgdir av blámusoppi nú, enn fyrst í árinum. Inniluftin nú er so góð, at búfólkini kunnu verða búgvandi. Níggju búfólk vórðu í januar flutt út, tí inniluftin var so vánalig, men tey eru flutt innaftur. Kortini verður neyðugt við umfatandi umvælingum á Eirargarði, sum bæði fer at kosta tíð og pengar. Tað fer at kosta góðar 24 milliónir krónur at umvæla Eirargarð 14 og 16, og peningurin er játtaður á fíggjarlógini. Ikki í ES sjógvi, sum hetlendingar siga, men í føroyskum sjógvi, sigur Herluf Sigvaldsson, føroyskur samráðingarleiðari, við Shetland News . Blaðið bar í gjár tey tíðindi, at hetlendskir fiskimenn eru í øðini, tí Jupiter skal hava landað 600 tons av makreli í Skagen, hóast skipið skuldi eitast at landa svartkjaft. Hetta er bensin á bálið hjá fiskimonnunum, sum frammanundan vóru sera misnøgdir við, at Føroyar hava eina so góða makrelavtalu við ES. Herluf Sigvaldsson sigur við Shetland News, at føroysk skip virða og halda makrelavtaluna við ES. Hann vil ikki gera viðmerkingar um tíðindini um Jupiter, men sigur, at føroyska Fiskimálaráðið kannar málið. Sambært hetlendingum royndi Jupiter í ES sjógvi, áðrenn hann fór til Skagen at landa. Reiðaríið hjá Jupiter, Varðin í Gøtu, upplýsir fyri Útvarpinum, at Jupiter bara fiskaði í føroyskum sjógvi. Tá føroysku skipini fiska makrel í ES sjógvi, er tað ikki við Hetland, men við Írland og Rock All. Og sambært Herluf Sigvaldssyni kannar Fiskimálaráðið, um Jupiter hevur brotið føroyska lóg í føroyskum sjógvi. Sambært felagnum hjá fiskimonnum í Hetlandi hevði Jupiter meira enn 20 prosent av makreli, tá hann landaði í Skagen í síðstu viku, hóast skiparin upplýsti, at skipið hevði minni enn fimm prosent av makreli. SFA sigur, at Jupiter royndi vestan fyri Hetland. Felagið vil hava ES at nokta føroyingum at fiska makrel í ES sjógvi, tí ikki ber at líta á tølini hjá føroysku skipunum. Shetland News skrivar eisini, at í fjør var Jupiter sum skilst sæddur innan fyri hetlendska 12 fjórðinga markið við Fair Isle. Skotska sjóverjan kannar framvegis hetta málið. Um hetta er frágreiðingin hjá Varðanum, at Jupiter fiskaði uttan fyri markið. Men meðan teir pumpaðu fiskin umborð, rak skipið inn um markið. Rætturin í Lerwick er ikki liðugur við málið móti skiparanum á Christiani í Grótinum, sum varð tikin fyri hálvum øðrum ári síðani, skriva Shetland News. Formansskapurin hevði fund fyrrapartin, og har varð samtykt at heita á løgtinsgstjóran um at fara í samráðingar við tann, sum hevði lægsta boðið. Hvør eigur lægsta boðið vil Jonhard Klettheygg, løgtingsstjóri, ikki siga fyrr enn hann hevur verið í sambandi við veitaran, sum átti lægsta boðið. Jonhard Klettheyggj vil heldur ikki siga, hvat lægsta boðið var. Løgtingshúsið skal klæðast av nýggjum, tí klædningurin er so illa farin og rotin, at neyðugt er at klæða gamla løgtingshúsið av nýggjum. Í fíggjarlógini fyri 2016 hevur løgtingið fingið hálva fimtu millión krónur afturat til raksturin. Pengarnir skulu millum annað brúkast til at klæða løgtingshúsið og til nýggja KT útgerð til løgtingið. Løgtingshúsið varð seinast umvæl um aldarskiftið, og umvælingin uttan var liðug á heysti í 2000. Nú er klædningurin so illa farin, at neyðugt er at skifta hann. Í sendingini hesa ferð hoyra vit amerikanska jazz sangbólkin The Manhattan Transfer. Vit hoyra eitt úrval av vælumtóktum sangum av uppsamlingsplátuni The Manhattan Transfer Anthology Down In Birdland , ið er ein dupultfløga, sum kom út á Atlantic Records í 1992. Lagt til rættis Arnold Ludvig. Altjóða pressufrælsisdagurin er farin aftur um bak, og staðfest er, at pressufrælsið í altjóða høpi ikki hevur tað gott. Altjóða pressufrælsisindeksið, sum Journalistar uttan landamørk gera, vísir afturgongd í øllum pørtum av heiminum. Norðurlendska Journalistafelagið hevur sent føroysku politisku skipanini ávaring um, at álopini á pressufrælsið frá teimum eru skaðilig, men er støðan í Føroyum so vánalig Vit hyggja eisini eftir, hvussu ein tann mest týðandi reiðsskapurin hjá pressuni virkar, lógin um alment innlit, og so hava varskógvarar ikki ta vernd, sum er neyðug. Í øllum førum sita fleiri beint nú á ákærubonkinum í Luxembourg fyri sokallaða Luxleak málið. So hvørt sum boðini um ILA eru komin, hava myndugleikarnir avbyrgt øll alibrúk sum eru nærri enn fimm kilometrar frá brúkunum, har sjúkan er. Nú eru átta alibrúk avbyrgd. ILA sjúkan tekur seg upp av og á, hon ger av við laksin, men er ikki vandamikil fyri fólk. Alibrúkini sum eru í vandaøkinum fáa boð um at taka laksin alt fyri eitt. Tað kann hava stóran fíggjarligan miss við sær, men laksurin sum er í vandaøkinum, er mestsum fullvaksin, og tí verður missurin ikki so stórur. Tað sigur ein umboðsmaður fyri norska matvørueftirlitið. Onnur alibrúk sum kunnu vera í vanda fyri at fáa ILA, gera nú regluligar kanningar av fiskinum. Herfyri segði íslendski rithøvundurin Kristin Marja Baldursdóttir soleiðis um kápuna til føroysku týðingina av bókunum Karitas Ruðuleiki á lørifti, og Karitas við ongum heiti, sum Edward Fuglø hevur teknað. Edward Fuglø, listamaður, Marjun Syderbø Kjelnes, rithøvundur, og Sonja Kjølbro, grafikari, skifta orð um røttu bókakápuna, og hvussu tú finnur fram til hana. Teimum á baki verða tvey ummæli Silja Aldudóttir ummælir myndabarnabókina Alda ið Ranvør Isholm hevur skrivað, og Bjørk Bjarkadóttir hevur teknað og Ólavur Olsen fer at ummæla nýggju føroysku fløguna Snjólýsi , ið telur klassisk verk hjá átta føroyskum tónaskøldum. Eisini fara vit at forvitnast á verkstaðnum hjá Joel Cole. Suðuroyar Sparikassi er aftur í ár á listanum yvir bankar, sum Børsen Bankresearch koyrir í vandabólk, tí bankin hevur átroðkandi tørv á peningainnspræning. Men hetta hevur ikki hald í veruleikanum, sigur Søren Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa. Stjórin kennir ikki myndina hjá Børsen Bankresearch aftur. Tað var úrslitið av fundi ímillum byggifelagið og tekniska stjóran hjá kommununi mikudagin. Tað eru framvegis trupulleikar við brúnni, sigur Mikael Viderø, tekniskur stjóri hjá Tórshavnar kommunu, við útvarpið. Tað hevur gingið illa at gera brúnna, tí av fyrstan tíð skuldi hon vera liðug í fjør summar, sigur Mikael Viderø, tekniski stjórin hjá kommununi. Fyrr enn greiða er fingin á teimum viðurskiftunum, kann dagurin tá kommuna kann yvirtaka brúnna um Sandá, ikki ásetast, sigur Mikael Viderø, tekniskur stjóri í Tórshavnar kommunu. Orsøkin er, at Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini enn ikki eru komin á mál við samráðingunum um nýggjar sáttmálar. Partarnir eru tí samdir um at leingja sáttmálarnar, og samráðingarnar byrja aftur fríggjamorgun, skrivar Vinnuhúsið á heimasíðuni. Vit fara ongantíð at víkja frá okkara grundleggjandi virðum, sigur Franski forsetin, Fran ois Hollande. Fríhandilsavtalan nevnist TTIP. Nakað frammanundan boðaði franski samráðingarleiðarin, Matthias Fekl frá, at samráðingarnar kanska fóru at detta niðurfyri, tí USA var hvørki til at høgga ella stinga í í sínum krøvum til avtaluna. Fronsku boðini eru tekin um, at Europa er í iva um avtaluna, tí hon setir til síðis skipanir sum hava við umhvørvið at gera, og eisini heilsuna hjá brúkarunum. Stóru altjóða feløgini mestsum sleppa at gera sum tey vilja, um avtalan verður samtykt. Mánadagin almannakunngjørdi umhvørvisfelagskapurin, Greenpeace, loynilig skjøl frá samráðingunum sum eingin fær innlit í. Týskir miðlar sum fingu skjølini, boðaðu frá, at USA hevur lagt trýst á ES, fyri at strika reglur sum skulu verja umhvørvið og heilsuna hjá fólki. Handilsráðharrin í ES, Cecilia Malmstrøm, boðaði stutt eftir frá, at tað er ógrundað at tvíhalda um, at reglurnar í ES ikki verða hildnar, tí tað skulu tær, segði hon. Tað hjálpti tá løgreglan herfyri bað fólk um at avhenda ólóglig skotvápn uttan at fólk vórðu revsað, tá tey lótu løgregluni ólógligu skotvápnini. Higartil í ár hava vit fingið til samans fimm ólóglig skotvápn frá fólki, sigur Heri Andreassen, vaktleiðari á politistøðini í Havn. So seint sum í gjár fekk løgreglan eina 100 ára gamla salongrifflu, eina kaliber .22, frá fólki í Klaksvík, sigur vaktleiðarin á politistøðini. Vápnalógin í Føroyum varð herd á nýggjárinum, og tað fyrsta ólógliga skotvápnið varð latið løgregluni í februar mánað, sigur Heri Andreassen. Fólk kunnu fram til 30. juni lata ólóglig skotvápn til løgregluna í Føroyum uttan revsitiltøk. Vanligar høglbyrsur eru tó undantiknar herdu vápnalógini. Tað er upphæddin, sum Donald Trump ætlar at savna í royndini at vinna á mótvalevninum, Hillary Clinton, ið stillar upp fyri demokratarnar til forsetavalið í USA í november. Eg vil sameina flokkin, og vit fara at savna fólk. Eg vænti, vit fara at vinna á Hillary Clinton, segði Donald Trump millum annað í samrøðu við Fox News mikukvøldið. Gerst Donald Trump næsti forsetin í USA, so ætlar hann at nokta muslimum innferðarloyvi í USA, segði hann í eini aðrari samrøðu við sjónvarpsstøðina NBC í gjárkvøldið. Donald Trump hevur eisini ætlanir um at senda fólk, sum ikki hava loyvi at verða verandi í USA, aftur til londini, tey eru komin frá, segði hann í samrøðuni. Meðan Donald Trump hevur ætlanir at savna eina milliard dollarar til valstríðið, so ætla demokratarnir at brúka tvær milliardir til valstríðið undan forsetavalinum. Føroya bestu svimjarar skulu kjósast, nú 42 gullheiðursmerki og føroyameistaraheiti standa upp á spæl næstu dagarnar. FM kappingin í svimjing byrjar í dag og heldur fram í morgin og ovurmorgin. FM á stuttgeil er somuleiðis síðsti møguleiki at svimja seg á landsliðini til Evropeisku Junior Meistarastevnuna í Ungarn í summar og Norðurlendsku Meistarastevnuna fyri ung, sum verður í Finnlandi um somu tíð. Tilsamans 76 svimjarar úr seks feløgum fara at kappast næstu dagarnar, og sum gongdin hevur verið seinastu mánaðirnar við bæði føroyskum metum og juniormetum í kappingum herheima og uttanlands, so er tað ikki ósannlíkt, at fleiri nýggj met verða sett í svimjing næstu dagarnar. Vit gleða okkum til at síggja spennandi kappingar og skjóta svimjing á hesi síðstu svimjistevnuni herheima fyri summarsteðgin. Eftir tað, er tað heimurin, sum bjóðar av við EM, OL og so framvegis, sigur Rókur í Jákupsstovu, formaður í Svimjisambandi Føroya á heimasíðuni, svimjing. com. Fimm svimjarar umboða Føroyar til EM, sum verður í London í summar. Tey eru Sára Ryggshamar Nysted og Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelagi, Signhild Joensen og Alvi Hjelm úr Ægi og Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelagi. Harafturat skal Pál Joensen eisini til OL í Rio í august. Sjónvarpið sendir allar finalurnar beinleiðis, og vit byrja hvønn dag klokkan 17. Tað ber til at síggja sjónvarpið á heimasíðuni hjá KVF her. Felags fyri allar starvslýsingarnar hjá Mentamálaráðnum er, at fólkini, sum verða sett í tey trý størvini, koma at starvast heilt einsamøll. Søkir eingin lærari størvini í Svínoy, Fámjin og Haraldssundi, kann Mentamálaráðið seta fólk, sum ikki hava læraraútbúgving, í størvini. Lønin fyri at vera útoyggja og einalærari er úr 29.000 krónum upp í slakar 33.600 krónur um mánaðin, alt eftir arbeiðsroyndum frammanundan. Fýra nýføðingar í Panama eru føddir við óvanliga smáum skøllum, teir hava fingið saðfest mikrokefali, eftir at mammurnar eru smittaðir við zika, meðan tær vóru við barn. Tað upplýsa heilsumyndugleikarnir í Panama, sambært Ritzau og Reuters. Til samans eru 264 skrásettir tilburðir av zika virus staðfestir í Panama. 14 av teimum kvinnur, ið eru við barn. Ikki allir nýføðingarnir, ið eru føddir við álvarsligu sjúkuni mikrokefali, hava smærri skallar og eru í vanda fyri at fáa heilaskaða. Heilsumyndugleikarnir í Panama hava leingi óttast fleiri tulburðir, eftir at zika virus hevur spjatt seg skjótt í Brasilia og restina av Latínamerika. Í Brasilia hava myndugleikarnir skrásett 1200 tilburðir. Zika virus spjaðist fyrst og fremst við moyggjabitaslagnum aedes, sum er vanligt í stórum pørtum av heiminum. Forsætisráðharrin í Turkalandi, Ahmet Davutoglu, leggur frá sær, skrivar tíðindastovan Ritzau. Tað boðaði hann sjálvur frá á floksfundi hjá AKP flokkinum í dag. Ahmet Davutoglu gevst eisini sum leiðari í stjórnarflokkinum AKP, boðaði hann samstundis frá á fundinum. Nýggjur forsætisráðharri verður valdur 22. mai, tá flokkurin heldur eyka floksting. Orsøkin, til at forsætisráðharrin leggur frá sær, er ein ósemja millum hann og forsetan, Recep Tayyip Erdogan, sum stovnaði AKP flokkin. Tað fall tó ikki í góða jørð hjá fráfarandi forsætisráðharranum í Turkalandi, ið heldur valdi at leggja frá sær orsakað av fráboðaðu broytingini. Patursson . Hann hevði dirvi og áræði sum fáur. Hann setti sær á ungum árum høg mál, breyt upp úr nýggjum, men kendi í virki sínum alla tíðina harða mótstøðu. Kortini var hann altíð til reiðar til næsta leikin og risti navn sítt í føroyska søgu. Hvør var hesin maðurin, sum helt hugsjónunum í hevd hóast brekkurnar vóru brattari enn tær flestu Hetta er søgan um Jóannes Patursson, sum setti ferð á føroyska tjóðarbygging og myndaði mentanina í ein mansaldur og føroyskan politikk í nærum hálva øld. Nú skulu Føroya bestu svimjarar finnast, og til ber at fylgja við í sjónvarpinum, sum sendir allar kappingarnar. Vit vísa ymsu kappingarnar og fáa reaktiónir við kantin, so hvørt sum føroyameistararnir eru funnir. Í samband við umhvørvisvikuna, sum byrjar í Tórshavnar kommunu í næstu viku, varð Petur Háberg spurdur, um hann kundi gera ein umhvørvissang. Hann tók av og heitti á Elin á Rógvi, Sakaris Emil Joensen og onnur góð fólk um at hjálpa sær. Tey trý greiddu frá, hvussu tey vóru farin til verka og so varð sangurin eisini spældur í Góðan morgun Føroyar. Bogi Andreasen, Kári Sørensen og Birgir Enni høvdu tendrað grillina og borðreitt við alskyns sjógæti í morgun, tá teir riggaðu til tiltakið Ein dagur á grynnuni, sum verður bæði á sjógvi og landi í Havn í morgin. Eitt ókeypis tiltak, har tað ber til at royna øðu, krækling, igulker, sild, saltfisk og mangt annað. Tveir av teimum heilt stóru Potter fjepparunum í Føroyum, Sarita H. Thomsen og Lív Drewsen, hava seinastu vikurnar lagt tiltakið til rættis. Stafettina hevur Tollakur Joensen. Hann er barnvaksin í Gøtu. Seks ára gamal var hann í livsvanda og fleiri ferðir, seinni í lívinum, hevur hann verið í hættisligum støðum. Kringvarpið festi stóru konsertina við 11 einstøkum kórum og stóra felagskórinum á band og her hoyra vit øll kórini við hvør sínum sangi, umframt tvey stykkir við felagskórinum Umleið 20 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni verða nýtt til íløgur, og tað tolir búskapurin, men tað er neyðugt, at íløgurnar skapa vøkstur, sigur hann. Tá liðugt varð at telja atkvøðurnar, hevði Khan fingið 57 prosent, ella tilsamans 1,3 milliónir atkvøður. Tað eru 300.000 fleiri enn konservativa mótvalevnið, Zac Goldsmith, fekk. Takk fyri, London. Eg havi ongantíð droymt um, at ein, sum eg, kundi verða valdur til borgarstjóra í London, segði Sadiq Khan í røðu síni, tá úrslitið varð greitt. Limir hjá teimum fimm arbeiðarafeløgunum, Føroya Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, Klaksvíkar Arbeiðsvkinnufelag, Havnar Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag, fáa 5,25 aftrat um tíman næstu tvey árini. Tímalønin í 2016 verður 123,09 kr, og í 2017 verður hon 125,69. Næsta ár verður tímalønin hjá einum arbeiðara, sum hevur 11 ára starvsaldur. at 131,66 krónur Beint eftir klokkan 21 í gjárkvøldið ringir ein maður á politistøðina og sigur, at tey høvdu gingið seg fastan. Tey vóru komin til ein foss, og sluppu ikki víðari. Tá høvdu tey gingið í 10 tímar, og vóru køld og svong, verður sagt av politistøðini í Havn. Men klokkan 21.30 ringja fólkini aftur og siga tá, at ein maður í ferðaliðum var vorðin illa fyri. Avgjørt varð tí, at senda boð eftir bjaringartyrluni. Klokkan 22.30 setti tyrlan seg á tyrlupallinum í Klaksvík við teimum seks fólkunum. Eitt av fólkunum fór til kanningar á sjúkrahúsinum í Klaksvík. Býurin Fort McFurray í landspartinum Alberta har vesturi í Kanada er lýstur í undantaksstøðu eftir skógareldin, sum kyknaði týsdagin. Sløkkiliðini hava ikki tamarhald á eldinum, sum seinasta samdøgrið er vorðin tvífalt so stórur. Økið, sum eldur er í, er á stødd við býin New York. Tað hevur ikki regnað í Fort McFurry í tveir mánaðir, og skógurin er vorðin skróturrur, men sambært veðurmonnunum fer at regna fyrsta dagin. Í Alberta eru stórar oljugoymslur. Vandi hevur verið fyri, at eldurin fór at breiða seg til tvær goymslur. 10 aðrar hava latið aftur fyribils. Spurningarnir í dag snúgva seg um ein mann, sum ivast hvat hann dugir til, nú daman vil flyta saman, um eina svigarinnu, ið ynskir umvælingar gjørdar í júsinum og enn einaferð um slatur, sleyg og tagnarskyldu. Gongst sum ætlað verða eini 50 100 grundstykki tøk seinni, tí avtala er gjørd við tunnilsfelagið um at nýta grót úr tunlinum til nýggju útstykkingina. Fótbóltsheimurin er skakaður, eftir at ein 26 ára gamal leikari hjá rumenska liðnum Dinamo Bukarest small um inni á vøllinum í gjár undir dysti. Kaj Leo í Bartalstovu, sum spælir við Dinamo Bukarest, er liðfelagi við Patrick Claude Ekeng, ið small um. Seinni varð staðfest, at hann var deyður. Kaj Leo var ikki við í hópinum, tí hann er skaddur, men sá tilburðin av áskoðaraplássinum, og hann hevði tosað við spælaran fyrr um dagin. Fyrstu fýra mánaðirnar í ár nýttu góð 57.000 fólk Sandoyarleiðina. Tað er góð 5.500, 11 prosent, fleiri enn sama tíðarskeið í fjør . Eisini á Kalsoyarleiðini og Svínoyarleiðini eru fleiri ferðafólk í ár. Og nú skrivar Fiskerforum.dk, at føroyingarnir, sum áttu Fríðborg, eru við í norska felagnum Trol Drift í Tromsø, sum hevur keypt Fríðborg. Viðurskiftini millum føroyskar og russiskar myndugleikar og millum føroyskar og norskar myndugleikar um føroyska roynd eftir krabba í Barentshavinum eru ikki greið. Partafelagið Fríðborg í Havn, sum átti rækjutrolaran við sama navni, keypti í fjør eitt skip úr Íslandi. Skipið er síðani riggað til at royna eftir krabba, men hevur ligið síðani. Í Bóltinum fylgja vit eisini væl við gongdini í dystinum í Runavík millum NSÍ og EB Streym og dystinum í Klaksvík millum KÍ og B36. Annika Olsen í Fólkaflokkinum sóknast nú aftur eftir tænastulógini. Hon hevur sett Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu, fyrispurning um málið. Annika Olsen spyr, nær arbeiðið at orða nýggjan tænastupolitikk verður liðugt, og nær tað kann væntast, at nýggja tænastulógin verður løgd fyri tingið. Fyri einum ári síðani varð ein arbeiðsbólkur settur at orða ein tænastupolitikk, sum skuldi vera grundarlagið undir nýggjari tænastulóg til fólk við serligum avbjóðingum. Arbeiðsbólkurin skuldi millum annað koma við tilmæli um námsfrøðiliga tilboðið, bæði á bústovnum og á verkstøðum, tilmæli um stuðulsskipanir, sum skuldu stimbra undir sjálvsavgerðarrættin hjá borgaranum, og tilmæli um, hvussu eitt dygdargott eftirlit sum heild kundi skipast á økinum. Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, hevur seinni boðað frá, at arbeiðið skuldi verða liðugt 1.februar í ár, tí arbeiðsbólkurin varð biðin um eisini at taka atlit til endurvenjingarpartin av borgarum við serligum avbjóðingum. Føroyska kvinnulandsliðið, sum í hesum døgum er á venjingarlegu í Danmark, í sambandi við HM EM kappingina, var nær við at vinna venjingardystin ímóti danska landsliðnum. Neyðugt var við fimm settum, áðrenn ein vinnari varð funnin. Tá liðini skiftu síðu í fimta settinum vóru Føroyar á odda 8 5, men tær føroysku kláraðu ikki at standa ímóti stóra servitrýstinum í seinasta partinum av settinum. Tí vann Danmark fimta setti 15 12 og samanlagt 3 2. Stoltur landsliðsvenjari Føroyski venjarin Jóhan Petur á Stongum hevur næstan bert rósandi orð til leikararnar. Hann sigur millum annað at sæð í ljósinum av, at hetta var fyrsti dystur, sum liðið spælir saman, so er úrslitið í dag eitt super úrslit tað besta nakrantíð hjá einum føroyskum flogbóltslandsliðið . Anja vísti stórspæl Anja S. Danielsen, spældi sín lívs dyst hon vann átjan bóltar í smashi. Tað er sera sannførandi, sigur landsliðsvenjarin. Spælararnir sum spældu dystin Liðið kemur aftur til Føroya í dag, og Jóhan Petur á Stongum sigur, at fram til kappingina sum verður í Tórshavn 23. 25. mai, verður serliga arbeitt við at betra um móttøkurnar. Liðini sum føroyska landsliðið skal spæla ímóti eru Kýpros, Liktinstein og Írland. Kappingin er ein kombinerað EM HM kapping. nummar1 í bólkinum kemur beinleiðis víðari í HM kappingini, meðan nummar1 og 2 koma víðari í EM kappingini. Ársúrslitið hjá Apoteksverkinum skal vera null. Men tað ber illa til. Fyrr bar til at fara í Apoteksgrunnin eftir pengum, tá raksturin gav hall. Hon hevur hækkað prísirnar hjá apotekunum, men hon vildi ikki hækka teir so nógv, at Apoteksverkið hevur javnvág i rakstrinum í ár. Valstríðið upp undir íslendska forsetavalið tann 25.juni broytti kós í dag, tá fyrrverandi forsætisráðharrin, 68 ára gamli Davíð Oddsson, óvæntað boðaði frá, at hann stillar upp. Væntandi verður valstríðið nú politiskt, tí Ólafur Ragnar Grímsson, forseti, og David Oddsson eru kendir fyri at vera politiskt ósamdir. Davið Oddsson hevur fingið sín part av skyldini fyri stóra skrædlið í Íslandi fyri skjótt tíggju árum síðani, tí hann sum forsætisráðharri og seinni tjóðbankastjóri ikki ansaði nóg væl eftir fíggjarliga virkseminum í landinum. Íslendskir miðlar hava sjálvandi longu spurt Davið Oddsson, um hann hevur pengar í skattaskjóli. Hann svarar, at hann tíverri hevur ongantíð átt so frægt av pengum og hugflogi, at hann eigur pengar uttanlands. Davið Oddsson segði, at hann fer at royna at gerast forseti. Hann hevur bara hugsað um hetta í nakrar fáar dagar, sigur hann, og hann veit ikki, hvussu uppstilling hansara verður móttikin. Hon má standa sína roynd. Brúkaraumboðið, sum fekk tvær kærur um mannagongdina hjá Strandfaraskipum landsins, tá tíggjutúrakortini skuldu gjaldast aftur, bað stovnin broyta mannagongdina. Lea Kampmann hevur givið trý sjónbandaløg út, sum Raclip hevur tikið upp. Tveir sangir komu út í mars og apríl, og í vikuni varð triði og seinasti sangurin lagdur út á netið. Ólavur Gaard og VInjar Egilsnes Petersen spæla við á øllum trimum løgunum. Lea skrivaði sangin, Missing out, tá hon var til eitt vikulangt sangskrivaraskeið í Berlin veturin 2014. Har co writaðu tey løg tvær ferð um dagin. Tað vil siga, tey skrivaðu tvey løg um dagin við tveimum nýggjum fólkum hvørja ferð. Tað var mega spennandi og mennandi, men tað var eisini ein nokk so intens venjing við super nógvum inntrykkum upp á ein gang. Eg mátti til tíðir líka trekkja meg aftur og krógva meg eitt sindur vekk fra øllum eina løtu. So tað eina kvøldið haldi eg, at øll inntrykkini, eg hevði samlað seinastu dagarnar, hopaðu seg upp og endiliga sluppu leys og blivu til hetta. Orsøkin er, at 68 ára gamli Davíð Oddsson, fyrrverandi forsætisráðharri, púra óvæntað kunngjørdi í gjár, at hann stillar upp. Harafturat hevur 47 ára gamli søgufrøðingurin Guðni Thorlacius Jóhannesson boðað frá, at hann stillar upp. Davið Oddsson og Ólafur Ragnar Grímsson eru rúkandi ósamdir um politikk og vóru mangan í hørðum orðadrátti áðrenn Ólafur Ragnar gjørdist forseti, og ósemjan teirra millum steðgaði ikki, hóast annar gjørdist forseti. Ólafur Ragnar Grímsson, sum fyllir 73 leygardagin, hevur verið forseti í Íslandi síðani 1996. Í nýggjársrøðu sínari kunngjørdi hann, at hann stillaði ikki uppaftur. Orsøkin var, segði hann, støðan í íslendska politikkinum eftir at Panamaskjølini avdúkaðu, at millum annað forsætisráðharrin hevði átt pengar í skattaskjóli. Lógarpakkin hevur seinastu dagarnar elvt til fleiri mótmælistiltøk í kreppurakta landinum, tí samtykti lógarpakkin ber í sær hægri skatt fyri miðal og háinntøkur. Túsundtals grikkar vóru í gjár í gøtunum í teimum báðum størstu býunum og mótmæltu lógarpakkanum, sum eisini fer at ávirka pensjónirnar. Harra forseti. Tú gavst okkum lyfti um vón. Tað er broytt til ørkymlan, segði Fofi Genni mata, leiðari fyri sosialdemokratarnar, sum sita í andstøðu, skrivar Reuters. Tiltøkini eru ein gravsteinum fyri vakstrarmøguleikar, segði Kyriakos Mit sotakis, leiðari fyri konservativa flokkinum, Nýggjum demokratii, sum í løtuni er á odda í nýggjastu meiningakanningunum, skrivar REtuers. Alexis Tsipras, forsætisráðharri, varð í fjør afturvaldur, tí hann lovaði at stríðast móti sparikrøvunum frá ES. Hann noyddist í heyst at skriva undir enn ein lánspakka við ES. KNR, grønlendska kringvarpið, skrivar, at Sara Olsvig, forkvinna í IA, hevur lagt uppskot fyri landstingið um at gera djúptøkna frágreiðing um, hví so nógv fólk flyta úr Grønlandi. Tingið fer at viðgera uppskotið í dag. Sara Olsvig og IA vilja hava at vita, hvør flytur úr Grønlandi og hví. Tey vilja eisini hava at vita, hvaðani fólk flyta. Tað er sera ørkymlandi, at fólkatalið minkar, sigur Sara Olsvig. Sjálv heldur Sara Olsvig, at serliga krevur almannaøkið ábøtur fyri at fáa fólk at støðast í Grønlandi. Mynduleikarnir eru nú farnir at kanna, hvat kann verða hent, áðrenn gøtuføra skipið rak á land. Hvørki manning ella bjargingarbátar eru umborð. 64 metrar langa Tamaya 1, sum skipið eitur, er upprunaliga skrásett í Panama, og seinasta kenda knattstøða hjá skipinum er nakaðvæl norðanfyri Liberia, men tó framvegis út fyri Afrika. Tað var knattstøðan hjá skipinum 21. apríl í ár. Fólk á staðnum funnu skipið, og síðani hava borgarar helst rænt tað, sum kundi rænast úr skipinum. Myndugleikar hava tó, hóast fáar slóðir eru at elta, eina teori um, hvat kann verða farið fram, áðrenn skipið rak á land. Okkara besta boð er, at skipseigarin er farin á húsagang, og tí ikki kundi rinda manningin løn. Tí er manningin farin í bjargingarbátarnar og farin frá skipinum, sigur talsmaður fyri havnamyndugleikarnar í Liberia, skrivar The Guardian. Soleiðis sigur Jonhard Larsen, sum leygardagin rann úr Klaksvík til Havnar. Hetta gjørdi hann fyri at seta fokus á Alzheimer og savna pengar inn til Alzheimerfelagið. Eg hevði ikki hugsað so nógv um rennitúrin men meira um søkina, eg rann fyri. Leygarmorgunin, tá vit byrjaðu klokkan 5, gekk upp fyri mær, hvat tað var, eg hevði rótað meg inní, sigur Jonhard Larsen, sum ikki dylir fyri, at í løtum var túrurin ógvuliga strævin. Ta einu løtuna í Kollafirði hevði eg ilt so at siga allastaðni í kroppinum, og tá kendist tað ógvuliga hart, men eg hevði ikki hug til at gevast, sigur Jonhard Larsen. Kendi italienarin, Antonio Stradivari, sum livdi frá umleið 1644 til 1737, hann sum gjørdi millum tær allarbestu violinurnar í heiminum, gjørdi eisini nakrar gittarar, og søgur vilja vera við, at tað bara er ein teirra, sum kann brúkast í dag. Hann varð steðgaður, tá hann skuldi fara umborð á flogfarið fríggjadagin. Hann varð tikin við til avhoyringar, og varð noyddur at skriva undir eina samtykt, skrivar BBC. Hann var í NorðurKorea saman við einum framleiðara og einum fotografi í sambandi við fyrsta floksfundin hjá kommunistaflokkinum í NorðurKorea í 36 ár. Æltanin var, at tey trý skuldu fylgja eini sendinevnd av Nobelheiðursvinnarum, sum vóru lestrarferð í NorðurKorea. Og tey trý høvdu gjørt fleiri reportagur, sum vístu lívið í høvuðsstaðnum. Sambært heimasíðuni hjá BBC, var landsins leiðari ónøgdur við reportagurnar, sum tey høvdu gjørt. Stýrið í NorðurKorea kannar neyvt, hvørjar myndir sleppa út úr landinum. Almennu myndirnar vísa sum oftast stórar skrúðgongur og stórar plakatir av Kim Jong un. Og farnu viku var ætlanin, at landið skuldi vísa seg frá síni bestu síðu, og millum annað varð bann sett fyri brúdleypum og jarðarferðum. Á floksfundinum hjá norðurkoreiska kommunistaflokkinum, varð millum annað samtykt, at landið skal økja um talið og nútímansgerða kjarnorkuvápnini, hóast Kim Jong un hevur sagt, at landið hevur kravt at umheimurin skal minka um talið av vápnum. Er talan um ein hund, kostar tað 300 krónur bara fyri upptøku. Síðani skalt tú rinda 125 krónur um dagin, meðan hundurin er í varðveitslu hjá aktingarmanninum. Fyri seyð er upptøkugjaldið eisini 125 krónur, men tey fyrstu seks samdøgrini kostar tað 60 kronur um samdøgrið og síðani 35 krónur samdøgrið. Dýrast er hjá teimum, sum hava ross ella onnur stórdjór, sum aktingarmaðurin hevur tikið. Tað kostar 600 krónur í upptøkugjaldi, og so 125 krónur fyri fóður fyri hvørt samdøgur. Og djórið verður ikki latið eigaranum aftur, fyrr enn henda rokningin er goldin, stendur í avtaluni millum Tvøroyrar kommunu og Føroya Landfúta. Hann er ein maður, sum dámar væl at vera úti í náttúruni, og ikki minst dámar honum væl at renna. So mikið væl, at hann heldur, at øll eisini tey, sum vanliga ikki kropsliga hava møguleikan skulu sleppa at uppliva ein rennitúr ella kanska enntá eitt maraton. Lógin um stjórnarskipanina, sum sambært løgmanni skal leggjast fyri løgtingið í heyst, skal áseta og útgreina sjálvsavgerðarrættin og fólkaræðisliga stýrislagið hjá Føroya fólki. Fólkaatkvøða verður um stjórnarskipanina í seinasta lagi í 2017 stendur í samgonguskjalinum. Eg skrivaði, at eg kundi hugsað mær at gjørt eitt kvøld við stand up, har tað eru einir seks skemtarar og so eisini ein vertur, fortelur Magni Joensen. Eg havi fingið ótrúliga nógvar og góðar viðmerkingar um hugskotið, og nógv fólk hava bjóðað mær høli, sum eg kann læna, sigur Magni Joensen, sum ikki setur stórvegis krøv til teir skemtararnar, ið kundu hugsað sær at verið við hesi kvøldini. Um mann fortelur fleiri stuttar ella eina longri søgu er líkamikið, men tað ræður um at fanga áhoyraran og halda spenningin. Tey skulu tíma at lurta eftir tí, sum verður fortalt, sigur Magni Joensen, sum tó ikki hevur ásett nakran endaligan dag til tiltakið enn. Filmurin hesa ferð er kenda Youtube avbjóðingin No Mirror Makeup Challenge. Flest allir Youtube sminkarar hava roynt hetta, og nú skal okkara føroyska útgáva royna seg. Tórður Mikkelsen hevur verið í Nesvík við mikrofonini, og har hitti hann fólk, ið eru uppvaksin í hesi avtoftaðu bygdini, har annað virksemi er í dag Tað sigur Bogi Jacobsen, stjóri á Varðanum Pelagic á Tvøroyri, nú virkið hevur søkt Tvøroyrar Kommunu um byggiloyvi til at byggja gomlu landingarmiðstøðina um til surimivirki. Borgarstjórin í Klaksvík vísir aftur, at áir í Kunoynni verða turrlagdar, tí tær skulu brúkast at veita nýggju smoltstøðini hjá Bakkafrosti vatn. Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, sigur, at kommunan hevur havt gott samskifti við Kunoyar kommunu og hagapartarnar um vatnið. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, sigur, at arbeitt verður við málinum, og ein kunngerð verður væntandi liðug í juni. Tað váttar Rúni Djurhuus, tónleikasamskipari hjá Tórsfest, nú bólkurin sjálvur hevur kunngjørt á sínum facebookvanga, at hann kemur til Føroya í summar. Í kenjanska býnum Nakuru, arbeiða James og Mia Kagotho sum trúboðarar. Mia er úr Føroyum. Tey hava ein felagsskap í Kenja, Jimmia róptur, sum starvast fyri at hjálpa misnýttum og útsettum kvinnum. Okkara mál er at hjálpa misnýttum og útsettum kvinnum og teirra børnum við mati, vatni, heilivági og ráðgeving, stendur at lesa á heimasíðuni hjá felagsskapinum Jimmia. Mona Breckmann, ið er persónligur venjari, hevur tikið stig til hesa avbjóðingina. Hon er fyrst og fremst er ætlað teimum meir enn 2000 kvinnunum, sum eru í einum Facebook bólki hjá Monu. Eg spurdi herfyri kvinnurnar í bólkinum, hvat størsta forðingin er, tá tað ræður um at røkka persónligum málum, hvat heilsu viðvíkur. Tað vísti seg, at sukur er størsti trupulleikin, og tí helt eg, at tað var upplagt, at vit í felag royndu ein mánað uttan sukur, sigur Mona Breckmann. Tað ræður um at fáa nýggjar vanar, og at kvinnurnar varnast, hvat tær eta, og sjálvandi eisini hvussu serstakliga sukur ávirkar kroppin, sigur Mona Breckmann og leggur afturat, at hon hevur fleiri onnur hugskot um avbjóðingar. Løgreglan váttar fyri týska blaðnum merkur.de, at gerningsmaðurin er 27 ára gamal, týskur ríkisborgari, og at maður framdi álopið av politiskum ávum. Løgreglan vil tó ikki vátta, um talan er um islamistiskt motiverað álop. Løgreglan váttar fyri Suddeutsche Zeitung, at vitni hoyrdu gerningsmannin rópa Allahu Akbar , meðan hann leyp á tilvildarlig fólk tíðliga í morgun. Álopið hendi stutt fyri klokkan 5 í morgun, tá gerningsmaðurin stakk niður fyrsta ofrið. Tá tokið kom til støðina í Grafing vórðu tveir aðrir persónar stungnir niður, og siðani leyp 27 ára gamli gerningsmaðurin á fólk, sum súkklaðu framvið. Gerningsmaðurin skal verða týskur ríkisborgar, og ikki hava tilflytarabakgrund, og hann hevur ikki fyrr verið í kløtur við løgregluna, skrivar Ebersberger Zeitung. Prísurin á laksi vaks nógv, tí útboðið er minkað. Alideildin og Havsbrún, sum ger fiskamjøl, lýsi og fóður, høvdu eitt gott rakstrarúrslit fyrsta ársfjórðing. Sum skilst gevur tað meira at selja laksin heilan enn at skera hann í porsjónir og pakka hann. Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti, sigur, at tá laksaprísurin hækkar nógv í so stuttum tíðarbili, verða umstøðurnar hjá liðugt vøruframleiðsluni truplar. Úrslitið í fyrsta ársfjórðingi í ár er 19 milliónir krónur betri enn í fjør. Men alideildin hevði nógv betri úrslit í ár. Tað er 261 milliónir, 66 milliónir betri enn í fjør. Eftirspurningurin eftir laksi heldur fram at vaksa í ár, og útboðið minkar seks prosent. Bakkafrost væntar at taka 48.000 tons av laksi í kruvdari vekt í ár. Higartil í ár hevur Bakkafrost selt meira laks heilan enn at brúka hann til lidnar vørur, tí prísurin fyri heilan laks er so góður. Alideildin hjá Bakkafrosti hevði nógv betri úrslit í fyrsta ársfjórðingi í ár enn í fjør, 261 milliónir í ár, 66 milliónir betri enn í fjør. Men langtíðarmálið hjá Bakkafrosti er selja 40 50 prosent av laksinum sum lidnar vørur fyri fastan prís. Tað byrjaði alt herfyri í einumn bólki á Facebook, tá Mona Breckmann vildi vita, um áhugi var fyri, at kvinnur í felag skuldu vita, um tær kundu klára fýra vikur við ongum sukri. Eftir fáum døgum høvdu meir enn 500 kvinnur tikið undir við hugskotinum um at halda seg frá øllum sukri í 30 dagar. Og tvær teirra, Sólja Fríða Jóanisdóttir og Malan Martinsdóttir Joensen, vóru í Morgunsendingini og fortaldu, hvussu fyrsta vikan uttan sukur hevur gingið. Eg arbeiði í einum matvøruhandli, har vit eisini selja bomm, so tað hevur verið ógvuliga freistandi líka at fáa sær okkurt søtt, tá eg havi sett eskjur við bommi upp á pláss, sigur Malan M. Joensen. Eg var eitt nú á einum køkuskeiði, og tá var torført ikki at eta. Eg havi eisini hildið barnaføðingardag, men tá ræður um um at hava alternativ sum til dømis onkrar fruktir, sigur Sólja F. Jóanisdóttir. Tað hendi í einum luftálopið, sum amerikanska hernaðarsamgongan stóð á odda fyri, fríggjadagin, upplýsti talsmaður fyri amerikanska verjumálaraðið, Peter Cook, ígjár. IS steðgaði lastbilunum á veg til Sýria, og avhoyringin og avrættingini vóru filmaðar og seinni vístar á netinum sum ávaring til onnur. Amerikanskar herdeildir handtólkum hann í 2006, og trý ár seinni dømdi ein irakiskur dómstólur hann til deyðis fyri at hava verið limur í al Keida. Í 2012 var hann ein av 110 fangum, sum vórðu latnir leysir, tá IS leyp á fongslið í Tikrit, har serliga vandamiklir fangar vóru samlaðir. Irakskir myndugleikar hava skuldsett Waheeb fyri at hava skipað fyri fleiri yvirgangsatsóknum í landinum seinastu árini, sigur talsmaðurin. Tað er vandamikið at vera leiðari fyri IS í Irak og Sýria í hesum døgum. Vit vilja leggja trýst á teir á so nógvum økjum sum møguligt, og tað hevur eydnast væl. Anbar landsparturin er týdningarmikil fyri IS, og at vit nú hava tikið hernaðarliga IS leiðaran frá teimum, fer at raka teirra førleika at fremja atsóknir har, sigur Peter Cook, talsmaður fyri amerikanska verjumálaráðið. Argjakvinnan Rannvá Álaberg hevur givið út sítt triðja staklag. Einglaveingir eitur tað og er talan um eitt álvarsamt evni. Rannvá Álaberg hevur fingið góða hjálp frá John Ivar Venned við sanginum, har hann eisini spælir gittar. Aftrat teimum eru Henning Nicodemussen á trummum og Eyðun Johannesen á bass. Av tí at Føroya Tele ger umleggingar á netinum í nátt, kann væntast, at órógv verður á útvarps og sjónvarpssignalinum í nátt. Signalið verður burtur í einar tíggju minuttir til hálvan tíma í tíðarskeiðinum frá á miðnátt til klokkan 4 í nátt. Átjan dystir eru eftir. Hoyr í innslagnum, hvørji lið hava besta møguleika at vinna og yvirliva í deildini sambært Tróndi Arge og Sigfríði Clementsen Sambært Sky News váttar eitt talsfólk fyri bretska ákæruvaldið, at øll prógvini, sum løgreglan í South Yorkshire hevur savnað saman í málinum, nú eru handað ákæruvaldinum. Vit fara nú at gjøgnumganga alt tilfarið væl og virðiliga í eini roynd at fáa greiði á, um haldgóð prógv finnast fyri at taka málið upp til dóms, sigur talsmaðurin fyri bretska ákæruvaldið. Ein talskvinna fyri løgregluna í South Yorkshire váttaði somuleiðis fyri bretskum miðlum, at prógvini í sambandi við skuldsetingar móti einum 75 ára gomlum manni um eitt eldri mál um kynsligan ágang nú er handað ákæruvaldinum. Umboðsmaðurin hjá Cliff Richard segði tá, at skuldsetingarnar vóru íspunnar, og at Cliff Richard fór framhaldandi at samstarva við løgregluna um málið. Fyrr í ár var stjórastarvið á Saltsiluni á Drelnesi lýst leyst. Ein umsókn kom inn til starvið, ið ætlanin var at løna við 50.000 krónum um mánaðin. Umsøkjarin var formaðurin í grunninum, Ólavur Rasmussen. Hesum fann Fíggjarmálaráðið seg ikki í og bað grunnin um at lýsa starvið leyst av nýggjum og at endurskoða lønarviðurskiftini. Og tað hevur nevndin í Salt tikið til eftirtektar. Í skrivi til Fíggjarmálaráðið dagfest 8. apríl, undir yvirskriftini Formalisering av lønarviðurskiftum hjá arbeiðandi formanni , skrivar Kristian Holbæk Kristensen, næstformaður í grunninum, at grunnurin hevur gjørt av, at starvið sum stjóri í Salt verður lýst leyst av nýggjum. Hann skrivar eisini Saltsilogrunnurin tekur sær tíð til at fyrireika málið væl og virðiliga. Næstformaðurin skrivar eisini, at nevndarformaðurin reelt hevur verið arbeiðandi formaður í nógv ár og hevur frá august 2015 til desember 2015 verið løntur eftir avtalu við Tvøroyrar Kommunu við 30.000 krónum um mánaðin, umframt 15 prosent í pensjón, í alt 34.500 krónur. Men formaðurin hevur onga løn fingið í ár. Sambært næstformanninum í Saltgrunninum hevur grunnurin nógvar akuttar uppgávur at taka sær av. Næstformaðurin biður tí Fíggjarmálaráðið um loyvi at lata Ólavi Rasmussen, formanni, 35.000 krónur um mánaðin í løn, umframt 16 prosent í pensjón, og at yvirtíð skal rindast sambært sáttmálanum millum Akademikarafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið. Grunnurin ger vart við, at lønin er frá 1.januar í ár, og sambært næstformanninum skal formaðurin skal taka sær av leiðsluuppgávunum, til nýggjur stjóri er settur. Fíggjarmálaráðið svarar Saltgrunninum, at ráðið heldur samsýningina til formannin vera rímiliga, men at av tí, at talan er um arbeiðandi formann, er einki sum eitur yvirtíð. Í Føroyum er eingin fyrisiting ella stovnur, sum kann tryggja, at vit hava fyrilit við náttúruni, tá útbyggingar og onnur inntriv verða gjørd. Svartkjaftakvotan hjá føroyskum skipum í ár er 215.807 tons. Men nú eru 20.000 tons løgd aftur at kvotuni, tí rætturin at fiska 20.000 tons av svartkjafti verður seldur á uppboði. Fiskimálaráðið arbeiðir enn við kunngerðini um royndaruppboðsøluna. Miðað verður framvegis aftur at lýsa kunngerðina um mánaðaskiftið mai juni. Umframt 20.000 tons av svartkjafti skulu 9.000 tons av makreli, 4.000 tons av sild og 3.000 tons av toski í Barentshavinum seljast á uppboði sambært lógini, sum Løgtingið samtykti 6. apríl. Lógin kom í gildi 15. april. Fíggjarligt støðufesti er eitt gott mið hjá advokatum. Higartil hava sakarmál kostað Fíggjarligum støðufesti 203 milliónir krónur Og nógvar milliónir koma afturat næstu árini. Bara í fjør brúkti Fíggjarligt støðufesti 55 milliónir krónur til advokatar. Fíggjarligt støðufesti stevnir teimum eftir endurgjaldi, sum stóðu á odda fyri peningastovnum, Fíggjarligt støðufesti noyddist at lofta. Millum annað er leiðslan í gamla Eik banka stevnd. Men Fíggjarligt støðufesti sigur í frágreiðing, at sakarmálini eru neyðug, tí tey eru prinsipiell. Tey fara at avgera, hvørja ábyrgd, leiðslur í peningastovnum hava. Og harafturat ber til at fáa aftur pengar, sum Fíggjarligt støðufesti hevur mist. Dómar í málum, sum longu eru byrjað, kunnu eisini staðfesta, hvørjum ber til at fáa viðhald í og hvat skal til fyri at fáa endurgjald. Danska Vinnumálaráðið, sum umboðar statin, leggur dent á, at útlit skulu vera fyri at vinna sakarmálini, sum Fíggjarligt støðufesti byrjar. Annars verður ikki stevnt. Men hóast Fíggjarligt støðufesti bara stevnir í málum, sum til ber at vinna, er ivasamt, um tey, sum verða dømd at gjalda endurgjald, yvirhøvur eru før fyri at gjalda. Fíggjarligt støðufesti hugsar tó ikki um evnini hjá teimum stevndu at gjalda, tá stevnt verður. Sakarmálini eru fyrst og fremst prinsipiell. Á uppboðssøluni skulu seljast 20.000 tons av svartkjafti, 9.000 tons av makreli, 4.000 tons av sild og 3.000 tons av toski í Barentshavinum. Eitt av feløgunum er partafelagið Jókin, sum eigur trolaran Sjagaklett og uppsjóvarskipið Fram. Ein av eigarunum í felagnum er Ludvík við Stein. Leygardagin verður skipað fyri fiskikapping í Havn. Bátaeigarar skulu tekna seg til kappingina, og lagt verður frá landi klokkan átta um morgunin. Steyp og vinningar verða handað í Vágsbotni beint eftur kappingina. Veðurfrøðingarnir siga frá allar besta veðri, leggur Kári Johansen afturat. Dopingroyndirnar virka fyribyrgjandi, sigur Annika Haraldsen Lindenskov, forkvinna í dopingnevndini hjá ÍSF. Síðan avtalan við Anti Doping Danmark varð undirskrivað 11. apríl, eru 14 dopingroyndir tiknar av føroyskum ítróttarfólkum. Hugskotið til síðuna mentist partvíst av, at bókasavnið afturkomandi fær fyrispurningar eftir ávísum tilfari, ið vit vilja verja fyri sliti. Bókasavnið hevði eisini raðfest arbeiðið við handritum meiri, og vit høvdu førleikar til sjálv at gera heimasíðuna, siga Heiðrún H dd Guðmundsdóttir og Sofía Olsen. At vit við hesum eisini gera atgongdina til okkara felags mentanararv atgongiligan fyri øllum, óansæð um tú er stødd í Skúgvoy, uttanlands ella hvar tað skal vera, gleðast vit stórliga um. Í sendingini hoyra vit nakrar sangir afturat av plátuni Anthology Down In Birdland hjá Manhattan Transfer umframt tvey løg av plátuni Lush Life The Music of Billy Strayhorn við amerikanska tenorsaxofonspælarannum, Joe Henderson. Lagt til rættis Arnold Ludvig. Hóast treytirnar fyri at bjóða upp á fisk á uppboðssøluni ikki eru líka, fer partafelagið Jókin at bjóða upp á øll fiskasløgini, ið verða seld Felagið eigur trolaran Sjagaklett og uppsjóvarskipið Fram. Ætlanin er, at kunngerðin um uppboðssøluna verður liðug um mánaðarskiftið. Símun Gullaksen eigur og rekur Uppistovugarðin í Hattarvík og er maðurin, sum hevur fingið hugskotið til nýggja ferðavinnutilboðið. Tað verður tosað nógv um at menna ferðavinnuna í Føroyum, og eg haldi, at hetta er eitt konsept, sum vit eiga at royna, sigur Símun Gullaksen. Í hesum døgum arbeiðir hann saman við fleiri øðrum við at menna hugskotið at bjóða ferðafólki við í Eystfelli í Fugloy at ræna havhestaegg. Gongst sum ætlað, fara vit at bjóða bæði føroyingum og útlendskum ferðafólkum við okkum at ræna egg í mai mána næsta ár, sigur Símun Gullaksen. Eftir summarfrítíðina fara 20 ung fólk úr Føroyum og út í heim sum AFS næmingar. Men hvussu er lívið sum AFSari, og hvat eiga tey ungu at vita, áðrenn tey fara avstað Hesum greiddu tey bæði Ester Justinussen og Bogi Larsen frá um í morgunsendignini. Tað snýr seg um ikki at hava alt ov stórar vónir, áðrenn mann er komin upp á pláss hjá nýggju familjuni, tí tað er sjálvdan júst soleiðis, sum mann roknaði við, sigur Ester Justinussen frá AFS í Føroyum. Sambært henni er tað serliga fyrsta tíðin hjá vertsfamiljuni, sum kann vera strævin. Tað tekur umleið tríggjar mánaðir, áðrenn mann sum AFS næmingur er fallin til í nýggja umhvørvinum, og tí plaga vit at siga, at hóast mann ikki stórtrívist beinanvegin, so er at geva tí ein kjans, tí tey allar flestu trívast ómetaliga væl, tá tey hava vant seg við nýggju umstøðurnar, sigur Ester Justinussen. Bogi Larsen fór við AFS til Fraklands í 2013, og har fekk hann upplivingar, hann ongantíð vildi verið fyri uttan. Alt er øðrvísi, men tað er júst tað, sum ger, at tú lærir eina rúgvu. Sum Ester sigur, so eru fyrstu tríggir mánaðirnir teir strævnastu, men samstundis haldi eg, at tað var tann fyrsta tíðin, ið eg lærdi mest av, sigur Bogi Larsen. Um vikuskiftið fara tey 20 ungu fólkini, sum skulu út í heim við AFS eftir summarfrítíðina, til Nólsoyar á eina fyrireikingarlegu, har tey fáa góð ráð, áðrenn tey byrja ein nýggja tilveru í einum fremmandum landi. Hetta sigur hon, hóast hvassar atfinningar frá summum í av vinnuni. Lógaruppskotið um at heimila SEV at selja bíligari streym til grønar loysnir datt burtur, tá Løgtingið fór í summarfrí, og tað sama gjørdi lógaruppskotið um at endurrinda meirvirðisgjaldið fyri hitapumpu loysnir. Skulu vit røkka málinum í samgonguskjalinum, er neyðugt við politiskum átøkum, sigur Sirið Stenberg, sum tí ætlar sær aftur í Løgtingið við líknandi stuðulsuppskotum. Tað er støðan, Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í orku og umhvørvismálum er komin í. Øðrumegin hevur hon eitt samgonguskjal, sum sigur, at um 10 ár skulu í minsta lagi helvtin av øllum sethúsum og bygningum í landinum hitast við grønari orku. 18.000 oljufýringar eru í føroysku húsarhaldinum í dag. Sambært politiska málinum skulu 9000 skiftast út, tí eitur talið 900 um árið. Men lági oljuprísurin gassoljan kostar í dag 5,20 krónur fyri liturin freistar ikki fólk at leggja um. Við dagsins oljuprísi tekur tað millum 50 og 60 ár at spara samlaðu útreiðsluna til eina jarðhitaskipan innaftur. Tvær loysnir hava verið á borðinum. Sjálv vildi landsstýriskvinnan geva SEV heimild at selja streym til hitapumpur upp í 40 oyru bíligari fyri kilowatttíman. Hin loysnin, sum Nýtt Sjálvstýri kom við, var at geva fólki meirvirðisgjaldið aftur, um tey keyptu sær eina grøna orkuloysn til húsini. Men bæði uppskotini fullu burtur, tá Løgtingið fór í summarfrí. Avleiðingin er, at marknaðurin fyri grønar orkuloysnir er steðgaður upp. Fólk eru í bíðistøðu, sigur Atli Nattestad, HVS installatørur í fyritøkuni Demich, sum síðstu árini hevur spesialiserað seg í jarðhitaloysnum. Aktuella støðan er ein strika í rokningini í orkupolitikkinum hjá landsstýrinum. Tað ásannar Sirið Stenberg, sum í næstu tingsetu ætlar sær aftur í tingið við einum ella fleiri lógaruppskotum, ið skulu fáa fólk at leggja um. Politiska málið um at fáa helvtina av øllum húsarhaldum at leggja um frá olju til grønar orkuskipanir næstu 10 árini er eitt av evnunum í Radaranum klokkan 17 05. Fríðborg fær ikki bara nýggjar eigarar, men eisini nýtt navn. Skipið skal eita Polar Star. Polar Star skal fiska av norsku krabbakvotuni. Fríðborg fekk í fjør vár tilsøgn um føroyskt fiskiloyvi, men tað var við fyrivarni. Og tilsøgnin varð tikin aftur, tá fyrivarnið gjørdist virkið. Viðurskiftini millum føroyskar og russiskar myndugleikar og millum føroyskar og norskar myndugleikar um føroyska roynd eftir krabba í Barentshavinum eru ikki greið. Tí vildi landsstýrið ikki loyva Fríðborg í Smoguna eftir krabba. Partafelagið Fríðborg í Havn, sum átti rækjutrolaran við sama navni, keypti í fjør eitt skip úr Íslandi. Skipið er síðani riggað til at royna eftir krabba, men hevur ligið síðani. Skipið gjørdi tó eina roynd á Ytra banka undir Føroyum í nakrar dagar í desember í fjør fyri at royna útgerðina. P F Fríðborg eigur framvegis í skipinum, nú tað er selt til Noregs. Á hesari Mentanarcaf ini vitja vit skaldið Sissal Kampmann, sum 1. mars gav út yrkingasavnið Sunnudagsland. Eisini fer Vár í Ólavsstovu at ummæla nýggja yrkingasavnið. 11. mai eru 40 ár liðin síðani finski arkitekturin Alvar Aalto doyði. Albert Isfeld, arkitektur, nemur við yrkisleið Aalto, ið umfatar arkitektur, møbildesign, klæði og glasvørur. Eisini sigur Poul F. Guttesen okkum um Orð og tónar tiltak Sprotans á Reinsarínum 12. mai, eins og Sólrún Michelsen lesur tvær yrkingar úr hennara nýggja yrkingasavni Ein farri av fráferð. 2.000 fleiri løntakarar eru í Føroyum nú enn fyri fimm árum síðani. Seinastu nógvu árini hava ikki verið so fáir løntakarar sum í februar 2011. Tá fingu 23.287 fólk løn í Føroyum. Í februar í ár var talið komið upp í 25.262, upplýsir Hagstovan . Seinastu tvey árini er talið vaksið stútt. Bara frá februar í fjør til februar í ár komu 770 afturat á lønarlista. Vøkstur er í øllum teimum fýra stóru vinnubólkunum, vísa tølini hjá Hagstovuni. Lutfalsliga er vøksturin størstur í fiskivinnuni, alivinnuni og byggivinnuni. Størsti vinnubólkurin eru almennar tænastur, og tann næst størsti eru privatar tænastuvinnur. Metið frá apríl 2008 er tó ikki tikið enn. Tá vóru 26.044 løntakarar í Føroyum, 800 fleiri enn nú. Í dag eru 520 fólk skrásett hjá ALS at vera arbeiðsleys. Til 1. mai í fjør stóð varandi orkan, vindorkan og vatnorkan, fyri 68 prosentum av streyminum, sum SEV gjørdi. Í ár er varandi orkan 53,1 prosent. Tað ger, at SEV higartil í ár hevur brúkt 3.700 tons meira tungolju. Anders Nedergaard Hansen er deildarstjóri á framleiðsludeildini hjá SEV. Menninir eru úr Marokko og Tunis, skrivar RÚV , íslendska kringvarpið. Politiið fór við tí eina manninum á Egilsstaðir, tí hann var illa fyri sálarliga. Hann bað seinni um politiskt friðskjól. Løtu seinni bað manningin á Norr nu politiið um hjálp, tí hinir tríggir loyniferðamenninir rýmdu í land. Teir komu seinni sjálvir til politiið og søgdu, at teir ætlaðu sær at arbeiða í Íslandi. Tveir bóðu eisini um friðskjól í Íslandi. Fjórði maðurin er nú á veg aftur til Danmarkar við Norr nu, sum kemur á Havnina seinnapartin í dag. Hildið verður, at teir fýra loyniferðamenninir eru komnir umborð í Hirtshals. Hinir tríggir menninir eru nú í Reykjavík, har sum mál teirra verða viðgjørd. 3. mai var eisini ein loyniferðamaður við Norr nu, tá hon kom til Íslands. Hann er úr Sýria. Hann fór alt fyri til politiið, tá Norr na var komin at bryggju á Seyðisfirði, og bað um politiskt friðskjól í Íslandi. ES forsetin, Donald Tusk úr Póllandi, fer til Grønlands í næstu viku og við honum í ferðini verður danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen. Teir skulu á ein fund í Ilulissat týsdagin, har sum Kim Kielsen, landsstýrisformaður, er vertur, veit KNR , grønlendska kringvarpið, at siga. Men KNR fær einki at vita um ørindini hjá Tusk í Grønlandi. Landsstýrið vil hvørki vátta ella avsanna, at Donald Tusk og Lars Løkke Rasmussen koma til Grønlands í næstu viku. Sambært almennu tølunum eru okkurt um 18.000 oljufýr í Føroyum. Skal politiska málið í samgonguskjalinum røkkast, skulu umleið 900 húsarhald leggja um til grøna orku, hvørt ár næstu 10 árini. Men lági oljuprísurin ger, at tað loysir seg ikki fíggjarliga hjá húskjum at leggja um. Luttakarar Hendrik Egholm, stjóri í Magn Atli Nattestad, HVS installatørur hjá Demich, Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í orkumálum. Í valstríðnum hevur hann at kalla fornermað alt og øll. Men nú er Donald Trump eitt realistiskt boð upp á næsta forseta í USA. Karismatiski og kontroversielli milliardingurin er nevniliga einasta valevni hjá republikanarunum. Tí setur Sprotin nú í verk eina kapping, sum ætlandi verður endurtikin tvær tríggjar ferðir um árið. Poul Guttesen frá Sprotanum sigur, at øll eru væl komin at vera við, grafikarar, teknarar, málarar, fotomyndafólk og onnur. Hvussu tú hevur møguleika at vera við í kappingini, og hvørjar treytir eru, framgongur í samrøðuni við Poul Guttesen frá Sprotanum her Í sendingini hitta vit filmsleikstjóran Anton Petersen, sum hevur valt at fara til Nólsoyar at skriva handritið til ein nyggjan spælifilm. Anton hevur serliga áhuga fyri tætta sálarliga sambandinum millum menniskju, sum eru knýtt tætt hvør at øðrum. Hetta verður eisini evnið í nýggja filminum. Eisini hoyra vit um forvitnisligu framsýningina við málningum eftir Anker Mortensen, sum letur upp í Listaskálanum fríggjadagin. Stjórin á savninum vil vera við, at listarliga stigið er sera høgt. Sangbólkurin KATA kemur í næstum við nýggjari fløgu. Hetta eru løg og sangir, sum Marianne Clausen savnaði saman og gav út í bók. Flestu løgini eru nærum ókend í dag, men KATA tekur tey fram aftur og gevur teimum ein eyðkendan ljómlit. Eisini hoyra vit um Frank Sinatra. Tað eru eftirhondini nøkur ár síðani, at hann doyði, men hann er ikki gloymdur tvørturímoti. Tórshavnar Big Band hevur í hyggju at heiðra amerikanska sangaran. Føroya Handverksmeistarafelag tekur fult undir við at krøvini til góðsku og minstu krøv verða herd í nýggjari reglugerð. Tað er gott at strammað verður upp í vinnuni, sigur Magnus Magnussen, formaður í Handverksmeistarafelagnum. Avbjóðingin verður at tryggja, at broytingarnar ikki fara at kosta kundanum og vinnuni meira, sigur hann. Ævintýraheimur úr endurnýtslu er bygdur upp í Viðarlundini í Havn í hesum døgum, og ikki kann sigast annað, enn at børn og vaksin hava latið upp fyri hugflognum, nú tey hava verið við til at skapa. Síðani mai 2015 hava 7 dagstovnar, Skúlin við Løgmannabreyt og Fountainhúsið arbeitt í felag um at skapa ein ævintýraheim í viðarlundini. Ævintýraheimurin er gjørdur úr endurnýtslutilfari, sum handlar, matstovur o.o. hava savnað. Úrslitið verður sýnt fram í døgunum 9. til 13. mai, so nú mást tú skunda tær, um tú vilt síggja. Tað eru Føroya Náttúru og Umhvørvisfelag og Tórshavnar Súkklufelag, sum saman við Tórshavnar kommunu skipa fyri tiltakinum. Hugskotið er at savna so nógvar súkklur sum gjørligt, og síðani dølla seg runt gjøgnum býin, sum Napoleon Smith, fyriskipari, tók til í sendingini Góðan morgun Føroyar. Íblásturin til hjólveltingina, sum tiltakið rópast, stavar frá franska hugtakinum La v lorution, sum er eitt orðaspæl millum velo, sum merkir súkkla, og r volution, sum merkir kollvelting. Talan er um eina rørslu, sum eggjar fólki til at brúka bleytu ferðsluhættirnar og at fremja sosialar og grønar broytingar í samfelagnum. Le v lorution hevur Napoleon Smith umsett til hjólvelting og tað verður á skránni í Havn í kvøld. Byrjað verður á Vaglinum klokkan sjey. Nú skal tað verða lættari hjá tannáringum at fáa vitan um alt tað, sum er so flóvisligt, løgið og undrunarsamt, tá mann fer frá at vera barn til vaksin. Kroppur, kenslur og kynslív eitur ein spildurnýggj bók, sum fyrst og fremst er ætlað tannáringum, og hetta er tann fyrsta bókin av sínum slag á føroyskum. Anna Dalsgaard er lærari og hevur týtt bókina úr svenskum, og Bjørghild Djurhhus er heilsufrøðingur í Skúlanum á Fløtum í Havn og hevur ráðgivið og hjálpt til við at laga bókina til føroysk viðurskifti. Í morgunsendingini fortaldu tær um nýggju bókina, og hvussu hon kann hjálpa børnum, ungum, lærarum og foreldrum at skilja tað, sum fyri mong er tabu kroppur, kenslur og kynslív. Fríggjadagin verður føðingardagurin hátíðarhildin í Norðurlandahúsinum, har millum annað fyrilestrar og hugleiðingar eru á skránni. Seinasta leygardag sníktu fýra menn seg umborð á Norr nu í Hirtshals. Loyniferðamenninir vórðu ikki avdúkaðir fyrr enn tíðliga týsmorgunin. Smyril Line fer at biðja um, at eftirlitið verður hert. Tað skuldi annars vera í lagi, sigur Rúni Vang Poulsen. Jens Marius gekk í skúla í Skopun, har Niels Winther Poulsen var einalærari. Varð fermdur heima á Sandi og var síðani heima eina tíð. Í Skopun vísti Herólvur Geyti film, og íslendski Ursus kom framvið at vísa kreftir. Einaferð leyp Hamarstjørnin við buldur og brak, í januar 1952 fór bretska farmaskipið Barjama á Bøboðarnar. Skopuningar fóru í stórum tali at bjarga, tá givið varð leyst. Teir veiddu mangt og hvat, og tikið varð til, at Barjama var góð fyri Skopun hendan veturin. Uppsjóvarvinnan bíðar nú spent eftir at klokkan verður fimm seinnapartin hósdagin 2. juni Tá er hoyringarfreistin um MSC góðkenningarnar til makrel, svartkjaft og norðhavssild, sum MSC ætlar at geva føroysku skipunum, farin. Við MSC góðkenning fáa skipini meira fyri fiskin. Felagið Nótaskip hevur havt MSC góðkenning fyri norðhavssild í fimm ár, so hon skal endurnýggjast. Men hvat hendir, um onkur mótmælir, at føroyingar fáa góðkenningarnar Jógvan Jespersen er stjóri í Nótaskipum. MINSA er samtak hjá 700 bátum og skipum í 11 londum, millum annað ES londum, sum hevur fingið MSC góðkenning fyri makrel. Nótaskip eru tey fyrstu, sum hava søkt um MSC um góðkenning fyri svartkjaft. Uppsjóvarvinnan bíðar í spenningi eftir at fáa allan sín fiskiskap MSC góðkendan. Kili gjørdi høvuðsveitari av laksi, eftir at Russland sett forboð fyri at flyta inn vørur úr Noregi og øðrum londum í Vesturheiminum. Bannið frá 2014 merkti, at innflutningurin av laksi úr Kili vaks við 50 prosentum, sigur Alexander Fomin, forseti í russiska felagsskapinum fyri fiskavirki, íverksetarar og útflytarar. Sambært meting, sum kilska stjórnin hevur gjørt, fara umleið 100.000 av laksi fyri skeyti í ár, orsakað av alguvøktri. Tað merkir 20 25 prosent afturgongd í laksaframleiðsluni í Kili tíðarskeiðið 2016 2017. Harumframt mótmæla fiskimenn, og tað steðgar útflutninginum úr Kili. Tað merkir so, at prísirnir hækkar við risaferð og skjótt. Henda støðan hevur fingið Russland at umhugsa alternativar møguleikar. Ein møguleiki er at innflyta niðurkøldan laks úr Føroyum og úr russiska partinum av Fjareystri. Samstundis er laksaframleiðslan í Russlandi sett at verða 332.000 tons. Tað er ikki nóg mikið at dekka fallið í innflutninginum, sigur Vasily Sokolov, varastjóri í russiska fiskimálaráðnum, nevnt Rosrybolovstvo. Og Fomin er samdur í hesum. Bæði Føroyar og russiski parturin av Fjareystri pink laksur eru ikki nóg mikið til at dekka partin av innflutningum úr Kili, sigur hann. Fyrrverandi professionelli Bundesliga fótbóltsspælarin vandi Austria Salzburg til desember í fjør. Norðmaðurin hevur eisini verið venjari í týska Karlsruhe, men fekk fótin í 2012. NorðurKorea hevur luttikið í tveimum HM endakappingum, í 1966 og so ikki aftur fyrr enn í 2010. FIFA sitaði Norðurkorea sum nummar 112, og nummar 15 í Asia. Til samanberingar eru Føroya sitaðar sum nr 90. Jørn Andersen hevur fyrr spælt fyri feløgini V lerenga, Núrnberg, Eintracht Frankfurt, Fortuna Dússeldorf, Hamburger SportsVerein og Dynamo Dresden. Heðin Mortensen brúkti borgarstjórastarvið og tað, at sonur hansara býr í Cork í Írlandi sum undanførslu, til tess at sleppa undan at atkvøða, tá hjúnabandslógin var til triðju viðgerð í tinginum fyri tveimum vikum síðani. Tað er ikki ein demokratiskur trupulleiki, at ein politikari roynir at sleppa sær undan at atkvøða í einum viðkvomum máli, tí fólkið hevur valt politikaran. Men tað er ryggleyst. Tað heldur Georg L. Petersen, blaðstjóri á Dimmalætting, sum gjørdi viðmerkingar til málið um, at Heðin Mortensen rýmdi av landinum, so hann slapp undan at atkvøða um hjúnabandslógina við 3. viðgerð. Georg L. Petersen sigur, at hevði Heðin Mortensen verið í tinginum og atkvøtt ímóti lógini, hevði samgongan fallið. Og so var trupulleikin uppaftur størri. Verkætlanin Happy End, sum fagnar ellisárum og langa lívinum, verður framførd á ellis og røktarheimum í Føroyum, Íslandi og Danmark. Í almenna rúminum sær hann út sum ein fínur og hampiligur politikkari. Handan fasaduna hevur hann skitnar og brutalar tankar, har hansara greði tekur yvirhond. Ótemjandi greðin gongur út yvir lagnu hansara. Hoyr stuttsøguna um Petur Oluf Rasmusarson Norðvík, ið Røddin hevur gjørt til útvarpsleik. Stuttsøgan er úr savninum Glasbúrið, ið Sámal Soll hevur skrivað. Tey leikandi eru Petur Oluf Rasmusarson Norðvík Rasmus Vigant Samuelsen Marianna Tóra í Stórustovu Kaffidama og kvinna Hanna Vang Pól Jóhannus Miðrað og politikkari Tummas Napoleon Arge Politistur og politikkari Bjarni Rasmussen Kona Petur Oluf Rasmusarson Norðvík Rebekka Manuela Behrens Við sigrinum á AB á Argjum er B36 nýtt oddalið, men tað er bara málmunurin sum skilir tvífaldu føroyameistararnar frá KÍ á øðrum plássi, sum vann 1 0 á Skála. Mest óvæntaða úrslitinum stóð B68 fyri. Toftamenn, sum eru niðast, spældu 2 2 javnleik ímóti Víkingi, sum undan hesum umfarinum var oddalið. NSÍ er av álvara við aftur í oddastríðnum. Við tveimum málum syrgdi Klæmint Olsen fyri einum 2 0 sigri á ÍF í Fuglafirði. NSÍ hevur nú átjan stig. HB hevur eisini átjan stig. HB spældi málleysan 0 0 javnleik móti TB í kvøld. HB hevur bara vunnið ein av teimum síðstu fimm dystunum. AB B36 2 3 1 2 08 min. 0 1 Jógvan S. Nolsøe 22 min. 1 1 Dmitrije Jankovic 27 min. 1 2 Róaldur Jakobsen br. 65 min. 2 2 Patrik Johannesen br. 72 min. 2 3 Jógvan S. Nolsøe B68 Víkingur 2 2 0 1 5 min. 0 1 Dánjal P. Lervig 60 min. 1 1 Carlos H. Herrero 65 min. 1 2 Magnus Jarnskor 75 min. 2 2 Otto R. Petersen Bara í apríl bóðu 42 fólk úr 17 londum um friðskjól í Íslandi. Tey flestu, sum vilja sleppa at búgva í Íslandi, eru úr Albania og Makedonia. 79 prosent eru menn, og 79 prosent av teimum, sum vilja fáa friðskjól, eru vaksin fólk. Útlendingamyndugleikarnir avgreiddu 186 umsóknir fyrstu fýra mánaðir ársins. 37 sluppu at vera í Íslandi, hálvthundrað fingu noktandi svar, og 66 vórðu send av landinum aftur. Tey flestu, sum fingu friðskjól, eru úr Irak og síðani úr Sýria og Iran. Tað kemur fyri, at fólk úr Vesturheiminum søkja um friðskjól í Íslandi. Í ár hava tvey fólk úr Kanada og ein breti søkt um friðskjól, men svarið, tey fingu, var nei. Seinna semifinalan var í gjár, og hvørki Norra ella Danmark sluppu víðari. Í fyrru semifinaluni týskvøldið ruku Finland og Ísland úr kappingini. Tað lovaði danski uttanríkisráðharrin, Kristian Jensen, tá Fólkatingið mikudagin hevði hoyring um frágreiðingina hjá Peter Taksøe Jensen um danska uttanríkispolitikkin og verjupolitikkin í framtíðini. Kristian Jensen svaraði Magna Arge og Sjúrði Skaale, fólkatingsmonnum, sum funnust at støðuni hjá Føroyum og Grønlandi í uttanríkispolitikkinum hjá ríkisfelagsskapinum. Føroyar røkka ikki málinum um minni útlát av vakstrarhúsgassum í 2020 um verandi gongd heldur fram. Tað sigur Suni Petersen, deildarleiðari á Umhvørvisstovuni. Anton Petersen hevur gingið í filmskúla í Keypmannahavn og í Prag. Seinastu tvey árini hevur hann gingið á altjóða filmskúlanum í Sarajevo, har ein av lærarunum er heimskendi ungarski leikstjórin Bela Tarr. Í skúlunum í Keypmannahavn og Prag høvdu tey lagt størsta dentin á dramaturgi og søgugongd. Í Sarajevo var hendan siðvenjan vend á høvdið. Næmingarnir vóru eggaðir til at fáa sær íblástur úr øðrum listagreinum so sum myndlist, tónleiki og sjónleiki, og at líta á intuitiónina. Fløgan er tikin upp í Ólavskirkjuni í Kirkjubø, sum er elsta kirkjan í Føroyum. Í sangbólkinum Kata eru Guðrið Hansdóttir, Eyð Berghamar Jacobsen, Greta Svabo Bech, Arnfríð L tzen og Unn Patursson. Tá íslendski trolarin Egil Reyði av Norðfirði í 1955 fór á land undir Grønulíð á Ísafirði í Íslandi, vóru pápi Jens Marius og bróðurin Sigurð við. Fimm mans, ein føroyingur og fýra íslendingar, doyðu. Hinir vóru bjargaðir undir sera torførum umstøðum. Ísfirðingurin Gísli Jónsson fekk Avriksvirðisløn Sjómannadagsins. Íslendski skiparin fekk seks mánaða fongsul. Jens Marius fór í 1956 til skips við Godanesi hjá sama útgerðarfelag, fyrst til Grønlands og síðani eystureftir. Føroyingarnir vóru í stórum meiriluta umborð á hesum íslendska trolara. Fyri 12 árum síðani var Sunvá Kass fyri teirri vanlagnu at koyra á eitt smábarn, sum doyði. Hon flýddi frá øllum, ið hent var. Men tá hon fekk sítt fyrsta barn, ásannaði hon veruliga, hvat hini høvdu mist. Tá bleiv gerandisdagurin marrukendur, ólag kom á svøvnin, og hon óttaðist fyri, at missa síni børn. Men so kom hon í samband við fólk, sum kundu veita henni professionella hjálp. Anker Mortensen er 55 ára gamal. Hann hevði í mong ár atelier í miðbýnum í Havn, men hevur seinnu árini búð í Keypmannahavn, har hann eitt skifti las gudfrøði. Á yngri árum var hann á listaskúla í Póllandi. Ja, eg eri Eurovision fjeppari um ein háls. Eg havi hugt eftir tí, síðani eg var heilt lítil, og vit hava altíð gjørt nógv burtur úr kvøldinum, tá finalan er, sigur Siri Sørensen. Í morgunsendingini fortaldi hon millum annað um minniligar framførslur í Eurovision, og hvussu hon og familjan plaga at hátíðarhalda finalukvøldið. Sunvá Colbjørnsen Kass var fyri nógvum árum síðan í eini ferðsluvanlukku, har ein smádrongur doyði. Bæði barnið og hon høvdu onga skyld í tí, sum hendi. Lívið hjá Sunvá broyttist púrasta. Í eitt splittsekund var alt broytt. Sunnvá varð illa fyri, fekk skuldarkenslu og marrukendar dreymar. Árini eru liðin, men hvussu hevur Sunvá tað í dag Er hin komin til sættis við tað, sum hendi Hon sigur, at í fleiri ár var støðan 1 0 til Guð, men í dag er støðan 1 1. Vandi er fyri, at upplýsingar hjá føroyskum sjúklingum, sum fáa viðgerð í Danmark, detta niðurímillum, tí føroyingar og danir hava hvør sína skipan við p tølum. Tað stendur í einum yvirliti yvir forðingar, ið eru millum Føroyar, Grønland og Danmark, sum danska sosial og innlendismálaráðið hevur gjørt. Tá føroyskir sjúklingar fara niður at fáa viðgerð, fáa teir eitt sonevnt erstatsningpersónsnummar, tí teir ikki hava danskt p tal. Tá føroysku sjúklinganir verða útskrivaðir, fara útskrivingarbræv og upplýsingar um heiligvág ikki av sær sjálvum til talgildu føroysku journalskipanina, tí henda ikki kann taka ímóti upplýsingum, tá persónummarið er ókent. Tí er vandi fyri, at upplýsingar detta niðurímillum, tá sjúklingurin verður útskrivaður, og tað kann hava týdning fyri tryggleikan hjá sjúklinginum, tí læknar hava ikki sjálvvirkandi atgongd til eyka upplýsingar um laboratoriukanningar. Tá sjúklingarnir so aftur verða innlagdir í Danmark, fáa teir eitt nýtt nummar, og tí eru allar journalupplýsingar ikki neyðturvuliga tøkar. Tá er aftur vandi fyri, at upplýsingar fara fyri skjeytið. Tí er eisini vandi fyri, at sjúklingurin hevur fleiri journalir, stendur í yvirlitinum. Grønlendskir sjúklingar hava ikki trupulleikan, tí teir hava danskt CPR tal. Vandi er fyri, at upplýsingar hjá føroyskum sjúklingum, sum fáa viðgerð í Danmark, detta burturímillum, tí føroyingar og danir hava hvør sína skipan við p tølum og cpr nummarum. Tá føroyskir sjúklinganir verða útskrivaðir á donskum sjúkrahúsum, fara útskrivingarbræv og upplýsingar um heilivág ikki av sær sjálvum til talgildu føroysku journalskipanina, tí henda kann ikki taka ímóti upplýsingum, tá persónummarið er ókent. Í Nálareyganum royna seg spildurnýggj løgini, Naked Man , við Benjamin Rajani, Hvat rakar tað meg við Sakaris og Petur Háberg umframt Einglaveingir við Rannvá Álaberg. Vertur er Eyðfinn Jensen. Leygardagin er finalan í altjóða sangkappingini, Eurovision Song Contest, og í tí sambandi hevði Góðan Morgun Føroyar Eurovision sum tema. Í Listaskálanum lat ein framsýning hjá Ankeri Mortensen upp seinnapartin og á Skipasmiðjuni sýnir Bjarne Werner Sørensen fram. Vit vóru við, tá hann hongdi verkini upp í gjár. Susannah varð fødd 6. juli 1899 í Montgomery í Alabama, og varð góðar fýra mánaðir eldri enn italska Emma Santoni, sum nú hevur tikið heitinum, sum heimsins elsta fólk. Emma Morano er fødd 29. november 1899, og er sostatt 116 ára gomul. Hon er helst seinastu persónur, sum er føddur í 1800 talinum, sum er á lívi. Og uppskriftin at gerast so gomul, er at eta tvey rá egg um dagin. Tey vóru ráðini, sum hon fekk frá læknanum sum 20 ára gomul, og tað hevur hon gjørt líka síðan. Í dag er 116 ára gamla Emma lutfalsliga væl fyri í mun til aldurin. Sosiala lívið er tó ikki so gott, tí hon er nærum deyv og blind, og gongur illa. Og ja, eingir javnaldrar eru at tosa við longur heldur. OECD felagsskapurin skal standa á odda fyri samstarvi, sum áleggur limalondunum skyldu til at útflýggja hvør øðrum upplýsingar um peningastreym og skattaviðurskifti. ES nevndin heldur, at ES londini missa umleið 1.000 milliardir evrur, tí tað er alt ov lætt at flyta pening tvørtur um landamark, soleiðis at hann endar, har skatturin er lægstur. Fyribrigdið verður nevnt transfer pricing. Fyritøkur keypa vørur frá sær sjálvum og flyta avlopið millum lond. Transfer pricing hevur saman við tí, sum kallast tunnari kapitalisering, eisini verið í sjóneykuni hjá føroyska skattavaldinum hetta seinasta árið ella so. Tilsamans eru likin 11,5 milliónir skjøl frá advokatfyritøkuni Mossack Fonseca, og tey vísa, at skuffufeløg eru stovnað, sum við strámonnum og kvinnum hava til endamáls at sleppa undan at gjalda skatt. Dupultmoralur er ein forðing Trýstið veksur á amerikansku statirnar Nevada, Wyoming og Delaware fyri at skapa gjøgnumskygni í ognar og skattaviðurskiftum í vinnulívinum, nú USA og altjóða samfelagið skulu royna at finna hóskandi átøk eftir Panamalekan. Á antikorruptiónsfundi í London hósdagin ávaraðu umboð úr skattaskjólunum Cayman Islands, Bermuda og Isle of Man um, at dupultmoralurin hjá USA er ein forðing fyri altjóða stigum fram móti størri fíoggjarligum gjøgnumskygni. Amerikanski uttanríkisráðharrin John Kerry samanbar hóttanina frá hesi korruptiónini við hóttanina frá yvirgangi og heitti á øll um at arbeiða saman fyri at fáa framt gjøgnumskygni. Men sum nevnt so vórðu kanónirnar vendar móti USA, sum verður lagt undir ikki at gera nóg mikið fyri at basa fíggjarligari spekulatión og skattaundandrátti heima hjá sær sjálvum. Forsætisráðharrin á Cayman Islands Alden McLaughlin segði, at um USA og stóru londini einki gera sjálv, so fer allur skuggakapitalurin bara at renna til teirra. Stundin er komin til at gevast við hyklinum, sum hevur verið partur av altjóða orðaskiftinum um hetta í fleiri ár. So leingi sum stór lond á altjóða pallinum halda fram bara at peika eftir smáum londum, samstundis sum tey venda blinda eygað til stóru londini, so fara øll átøk at miseydnast, segði hann sambært ICIJ. Women Deliver er altjóða felagsskapur, og eitt hjartamál teirra er at styrkja seksuellu rættindini hjá gentum og kvinnum og sjálvræðið teirra, tá tað snýr seg um nøring. Sirið Steenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, verður eisini við á altjóða kvinnuráðstevnuni, eins og fleiri tingkvinnur. Javnstøðunevndin hevur hinvegin avgjørt ikki at vera við á kvinnuráðstevnuni í Keypmannahavn. Hetta skrivar BBC og endurgevur libansku Hizbollah rørsluna. Badreddine verður hildin at hava havt leiðsluna av hernaðarliga virkseminum hjá Hizbiollah í Sýria síðani 2011. Túsundtals vápnaðir Hizbollah menn stuðla sýriska forsetan Bashar al Assad. Kanningar hava víst, at spreingingin, sum rakti eina av okkara hernaðarstøðum nærhendis Altjóða Flogvøllin í Damaskus, og sum gjørdi leiðaran Mjustafa Badreddine til martýr, var úrslit av skotum frá tak firi bólkum í økinum. Takfiri er eitt hugtak, sum verður brúkt at lýsa hernaðarbólkar, sum halda at muslimsk samfeløg eru komin aftur til eina støðu, har eingin átrúnaður er. Gongdin í málinum vísir, at støðan er ikki batnað, sigur Putin sambært russisku tíðindastovuni Tass. At radarstøðin í Rumenia skal vera partur av amerikansku rakett verjuskipanini, er tekin um, at støðan tíverri er versnað, sigur Putin eftir ein fund við russiskar heryvirmenn. Støðin í Rumenia er partur av skipanini, sum skal ávara Nato um rakettálop og skjóta rakettirnar. Á støðini verða eisini rakettir. Putin spyr, hvaðani atomhóttanin úr Iran kemur. Hon er burtur, sigur hann, men kortini verður hildið fram at byggja rakettverjuskipanina, sigur russiski forsetin. Ein meiningakanning, sum varð gjørd 6. 9.mei vísur, at 51,4 prosent av teimum spurdu eru ímóti, at Ísland fer uppí ES, 27,1 prosent eru fyri og 21,5 prosent hava ikki tikið støðu. Mótstøðan móti ES limaskapi er størst millum tey, sum ikki búgva í høvuðsstaðnum 63,4 prosent . Millum eldri veljarar er mótstðan 71,2 prosent og hjá teimumy, sum stuðla sitandi stjórn, er mótstøðan 82,4 prosent. Jamala úr Ukraina tók í kvøld øll á bóli í Globe Arena, tá hon sang heimlandið til sigurs í ársins útgávu av songkappingini hjá Eurovisiónini, ella Melodi Grand Prix, við sanginum 1944 . Áðrenn finaluna vórðu Russland og Avstralia roknað sum tey londini, ið høvdu best møguleika at vinna. Tey endaðu á ávikavist triðja og øðrum plássi. Hoyr ársins vinnarasang her Talan kann kortini vera um fleiri fólk. Miðlar í Bangladesh skriva, at útivið 65 fólk doyðu, tá toran sló niður hósdagin og fríggjadagin. Meginparturin av teimum deyðu vóru landbúnaðararbeiðarar, ið vóru til arbeiðis, tá toran sló niður í fátæka landinum, skrivar Ritzau. Síðan mars í ár eru 90 fólk deyð, tí snarljósið rakti tey. Til samans doyðu 51 fólk í 2015, sambært BBC, ið endurgevur Voice of America. Í Suðuroynni vórðu tveir bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt, og í Eysturoynni koyrdu fimm bilførarar ov skjótt. Harafturat varð ein maður tikin í Eysturoynni fyri at koyra ávirkaður. Tað var kortini einki harðskapsmál í nátt, men ein maður er skuldsettur fyri brot á løgregluviðtøkurnar, upplýsir vakthavandi á politistøðini. Tað vil siga, at maðurin var óhøviskur í almenna rúminum. Skeinkistøð kunnu hava opið, tá heilidagur er dagin eftir, men fólk hava ikki loyvi at dansa. Tí mátti løgreglan í fleiri førum heita á fólk, sum vórðu í góðum lag og høvdu hug til ein dans, um at sessast aftur og binda frið. Tað er skelkandi lætt at leypa á bleyt mál so sum kaffistovur, matstovur ella konserthøli. Eg eri ógvuliga stúrin um komandi EM endaspælið, tí tað er eitt sera lokkandi mál fyri yvirgangsfólk. Tað sigur Europolstjórin við Die Welt. Í apríl kunngjørdu fronsku myndugleikarnir, at undantaksstøðan í landinum er longd við tveimum mánaðum, so hon eisini er í gildi, meðan endaspælið í fótbólti er. EM2016 byrjar 10. juni og varir í ein mánað. Til samans 51 fótbólsdystir verða spældir á tíggju ymsum vøllum í Fraklandi tá EM verður í summar. Yvirgangsatsóknirnar í París í november í fjør kostaðu 130 fólkum lívið. Myndugleikarnir halda seg nú hava funnið fram til og handtikið tey, sum stóðu aftanfyri ta atsóknina. Fólkavøksturin í Føroyum er í løtuni óvanliga stórur, skrivar Hagstova Føroya á heimasíðuni. 1. apríl í ár búðu 591 fólk fleiri í Føroyum enn 1. apríl 2015. Vøksturin er 1,2 prosentstig. So stórur fólkavøkstur hevur ikki verið í Føroyum 14 tey seinastu árini, vísa seinastu tølini hjá stovninum. Serliga fráflytingin er nógv minkað, og tað er grundin til tann stóra fólkavøksturin í Føroyum í løtuni, skrivar Hagstova Føroya á heimasíðuni, hagstova.fo Orðaskiftið millum tey, sum eru fyri bretskum ES limaskapi, og tey sum eru ímóti, harðnar alsamt, nú 40 dagar eru eftir til bretar á fólkaatkvøðu skulu gera av, um landið skal halda fram sum partur av ES ella skal melda seg úr felagskapinum. Hitler og Napoleon royndu báðir at sameina Evropa, og tað endaði í sorgarleiki. ES ger í dag júst tað sama. Konservativi tinglimurin Boris Johnson, sum eisini til í síðstu viku var borgarstjóri í London, spardi ikki krút í bretska blaðnum The Sunday Telegraph í morgun. Boris Johnson vil vera við, at ES setir fólkaræðið í váða, tí møguleikarnir hjá Bretlandi at taka avgerðir um innanhýsis viðurskifti eru skerdir burtur í lítið og einki. At ES hevur so nógv vald elvir til eitt stórt fólkaræðiligt tómrúm, sigur Boris Johnson. Yvette Cooper úr Labour flokkinum var skjót at svara aftur. Yvette Cooper legði Boris Johnson undir at misnýta tey daprastu tíðarskeiðini í europeiskari søgu at tekna ræðumyndir við. Hon vísir á, at friður hevur valdað í Evropa síðan ES varð sett á stovn beint eftir seinna heimskríggj. Í seinastuni hava fleiri týðandi persónar heitt á bretar um ikki at fara úr ES, teirra millum amerikanski forsetin Barack Obama og bretski tjóðbankastjórin Mark Carney. Báðir vilja vera við, at ES limaskapur hevur við sær stórar politiskar, handilsligar og fíggjarligar fyrimunir fyri Bretland. Bretska stjórnin dregur ikki eina línu í spurninginum um ES limaskap. David Cameron, forsætisráðharri, er fyri ES limaskapi, men fleiri aðrir ráðharrar í stjórn hansara heita á fólk um at atkvøða ímóti ES limaskapi. Bretland hevur næststørsta búskap í Evropa. Bara týski búskapurin er størri. Við 65 milliónum íbúgvum er Bretland triðfólkaríkasta land í Evropa, beint aftan fyri Frakland og so Týskland. Tí kann tað elva til stórar rembingar í øllum Evropa, gera bretar av at fara úr ES. Atkvøða bretar fyri at fara úr ES, kann tað eisini fáa avleiðingar fyri Føroyar, tí tá noyðast Føroyar møguliga at fáa í lag nýggja fiskiveiðiavtalu og nýggjan handilssáttmála við Bretland. Fólkaatkvøðan um bretskan ES limskap verður 23. juni, og Kringvarpið fer at gera nógv burturúr. Millum annað verða tíðinda og myndafólk send til London ta vikuna, fólkaatkvøðan er. Loyvt eigur at verða at selja rúsdrekka í handlum til klokkan 20 gerandisdag og klokkan 16 um vikuskiftið. Harumframt skal eisini vera loyvt at selja rúsdrekka nýggjársdag. Tað stendur í uppskotinum, sum er sent til hoyringar. Vertshús í Grønlandi skulu, sum nú er, steingja klokkan trý leygar og sunnumorgun, men tað er ov tíðliga. Vertshúsini í Grønlandi eiga at sleppa at hava opið tveir tímar longur, til klokkan fimm á morgni um vikuskiftið, heldur landsstýrið sambært uppskotinum. Hinvegin skulu lýsingar fyri rúsdrekka verða bannaðar stendur í uppskotinum hjá grønlendska landsstýrinum, skrivar grønlendska kringvarpið, KNR . Hóast fólkatalið veksur í Føroyum, eisini millum ung, minkar tað í Suðuroynni. Sambært Hagstovuni er vøkstur í øllum høvuðsøkjum í Føroyum uttan teimum sunnaru, har fólkatalið stendur í stað í sandoyarøkinum og minkar nógv í Suðuroynni. Meðan fólkavøksturin fyri alt landið er 1,2 prosent hetta seinasta 12 mánaðarskeiðið, er tað minkað 1,8 prosent í Suðuroynni. Tað ber í sær, at tað dragnar alt meira millum Suðuroynna og lanmdið annars. Í kommununum er nógv størsti vøksturin í tali í Tórshavnar og Runavíkar kommunum, har fólkatalið er vaksið við ávikavist 372 og 90 fólkum. Í Klaksvíkar kommunu vaks fólkatalið við 52, í báðum kommunum í Vága sýslu við til samans 56 og í Sunda kommunu við 32. Í tali er størsta minkingin í Tvøroyrar, Vágs, Hvalbiar og Fuglafjarðar kommunum. Í teimum stóru oyggjunum er tað bara í Suðuroynni, at fólkatalið minkar. Tað veksur í Streymoynni, Eysturoynni, Borðoynni, Vágum og Viðoynni. Norski granskingarstovnurin fyri polarviðurskifti heitir nú á norsku stjórnina um at játta meiri pening til havgransking, tí verandi fatan av havtilfeingi er sera grunnskygd. Vit vita í dag meiri um landsslagið á Mánanum, enn vit vita um lív frá vatnskorpuni niður á havbotnin. Á sama hátt sum USA á sinni setti Apollo verkætlanina í verk, sum hevði til endamáls at granska rúmdina, so eiga vit í dag at stovna eina verkætlan á sama stigi, sum hevur til endamáls at granska havbotnin, segði Jan Gunnar Winther, stjóri á norska polargranskingarstovninum við NRK. Fólkatalið í heiminum bara veksur og tað ger eftirspurningurin eftir mati, orku og øðrum evnum eisini. Framskrivingar vísa, at um 40 ár verða tað umleið 10 milliardir fólk Tí er umráðandi at fáa eina heildarfatan av, hvat annað er í havinum enn bara fiskur. Jan Gunnar Winther vísir millum annað á, at herfyri mæltu norskir myndugleikar til at veiða 165.000 tons av reyðæti í norksum sjógvi. At læra okkum at gagnnýta reyðæti, krill og annað tilfeingi í havinum betur kann nøkta stóra eftirspurninginum eftir proteinum, sum er í heiminum, sigur hann við NRK. Vit hava víst, at vit kunnu ganga á odda fyri allan heimin fyri at fáa sum mest burturúr havinum uttan at oyða tað tilfeingi, vit hava. Tí eiga vit miðvíst at fara til verka at granska havbotnin neyvari, sigur norski vísindamaðurin. Svimjisambandið, Hondbóltssambandið og Flogbóltssambandið eru sett uttanfyri og sleppa ikki saman við hinum sersambondunum í ÍSF á fund at skjota upp valevni til nýggju nevndina í ítróttarsambandinum. Tað sigur Rókur í Jákupsstovu, formaður í Svimjisambandinum. Higartil hava 611 fólk skrivað undir mótmælið. Janus Guttesen er formaður í Erbylgufelagnum, hvørs høvuðsendamál er at minka mikrobylgjugeislingina í Føroyum so nógv sum til ber. Í Danmark hevur tað seinastu dagarnar vakt ans, at eitt meinigheitsráð á Fjóni hevur brúkt pengar til útgerð og klæðir til organistin í kirkjuni fyri at verja hann fyri erbylgjum. Meinigheitsráðið hevur málað við serliga verjandi máling og sett skelti upp í kirkjuni, har heitt verður á øll um at ikki bara at gera telefonina ljóðleysa, men at sløkkja telefonina heilt ella at seta hana á flightmode, sum tað verður kallað, har øll netsambond verða sløkt. Islamskur statur ella IS hevur tikið ábyrgdina av eini sjálvmorðsbumbu, sum í gjár kravdi 31 mannalív í havnarbýnum Mukalla í Jemen. Borgarakríggið í Jemen hevur syndrað stórar partur av landinum, og onga aðrastaðni í heiminum hava so nógv fólk verið noydd at rýma frá húsi og heimi sum í Jemen. Ein 61 ára gamal svenskur ríkisborgari er í dag dømdur lívlanga fongsulsrevning fyri at hava givið boð um at hakka túsundtals fólk til deyða undir fólkadrápinum í Ruanda í 1994. Claver Berinkidi, sum maðurin eitur, hvarv úr Ruanda eftir fólkadrápið og kom seinni undan kavi í Svøríki. Sambært dóminum hevur Berinkidi givið á oddi fyri einum bólki, sum bardi og hakkaði túsundtals ósek fólk teirra millum kvinnur og børn til deyða. Ritzau tíðindastovan skrivar, at talan er um tað mest álvarsama lógarbrot, sum nakrantíð hevur verið fyri í svensku rættarskipanini. 23 ára gamli Marni Kruse er av Oyrarbakka. Hann hevur júst givið út nýggja staklagið Walking Under Stars . Lagið er innspælt í Ranum Studios í Keypmannahavn. Marni er búsitandi í Tromsø í Noregi. Seinastu tvey árini hevur hann spælt nógv runt um í norðurlondum, tó fyri tað mesta í Danmark. Fyrsta tónleikaútgávan hjá Marna, ið kom út í summar, var ein EP fløga við fimm løgum. Heitið á útgávuni er Searching For Something I am Looking For , og hon inniheldur millum annað løgini Boombox Songs og Rainy Days . Musikkstevnan 2016 varð hildin í miðnámsskúlanum í Hovi, har átta hornorkestur framførdu. Í fyrru sending hoyra vit Tvøroya Hornorkestur, GHM, Eiðis Ljómfelag og Klaksvíkar Hornorkestur spæla tvey løg í part. Musikkstevnan 2016 varð hildin í miðnámsskúlanum í Hovi, har átta hornorkestur spældu. Í fyrru sending hoyrdu vit Tvøroyar Hornorkestur, GHM, Eiðis Ljómfelag og Klaksvíkar Hornorkestur spæla tvey løg í part. trýst her fyri at hoyra ta fyrru sendingina hesi sending spæla hini fýra orkestrini, og tey eru Nes Sóknar Musikkfelag, Sørvágs Tónleikarafelag, Havnar Hornorkestur og Fuglafjarða Hornorkestur. Tað gongur so væl hjá vínappini Vivino, at Heini Zachariassen, sum stovnaði Vivino í 2009, væntar rakstrarvinning longu síðst í hesum árinum. Tað er eitt ár fyrr enn væntað, skrivar Berlingske Business . Heini Zachariassen sigur Berlingske Business, at málið er at gera heimsins størsta marknaðartorg fyri vín. Í ár leggjast tíggju marknaðir, tíggju lond, afturat hjá Vivino. Vivino er nú ein amerikonsk fyritøka, sum hevur skrivstovur í USA, Danmark, India og Ukraina. Vivino hevur yvir 17 milliónir brúkarar. Í minsta lagi 10.000 fløskur av víni verða seldar um dagin á Vivino. Heini Zachariassen, sum er úr Hoyvík, er stjóri í Vivino, og hann býr í San Francisco Í Nálareyganum royna spildurnýggj løgini, Naked Man , hjá Benjamin Rajani seg, Hvat rakar tað meg hjá Sakaris og Petur Háberg umframt Einglaveingir hjá Rannvá Álaberg. Tí fer Donald Tusk til Grønlands í dag. Veðurlagsbroytingarnar síggjast væl í Grønlandi, har sum jøklarnir minka, tí ísurin bráðnar. Á fundi í Grønlandi fara ES forsetin, forsætisráðharrin og landsstýrisformaðurin, Kim Kielsen, millum annað at tosa um arktisku strategiina hjá ES. Árið 1957 byrjaði við, at íslendski trolarin Godanes fór á land á Flesjunum og ein maður hvarv. Godanes var komin til Føroya eftir fólki. Jens Marius og fleiri skuldu við honum um summarið, men teir fingu í staðin kjans við tí spildurnýggja Gerpir. Í 1958 fóru skopuningar at rigga seg til útróður í Føroyingahavnini við 8 mannafarinum Gripi. Teir hildu seg til aftur árið eftir við einum seksæringi. Men nýggi Gripur fór fyri borð av farmaskipinum Fursund. Róð var í staðin út við einum gomlum Ørvaroddi av Sandi. Hetta var endin á sjólívinum hjá Jens Mariusi. Í góðum samstarvi við Parkinsonfelagið hevur føroyska heilsuverkið sett meira fokus á støðuna viðvíkjandi viðgerð fyri Parkinson í Føroyum, og í 2015 vísti Parkinsonfelagið á, at bíðitíðin til neurologiska viðgerð var 24 mánaðir. Leiðslan á Landssjúkrahúsinum, saman við Heilsumálaráðnum og politiska myndugleikanum, settu nøkur tiltøk í verk fyri at stytta bíðilistarnar, og nú kann staðfestast, at bíðitíðin hjá sjúklingum við Parkinson til neurologiska viðgerð nú er umleið átta mánaðir fyri nýggjar sjúklingar, og sjúklingar, sum eru í viðgerð, sleppa til eftirlit eina ferð um árið og í serligum førum tvær ferðir um árið. Føroyska Parkinsonfelagið er í døgunum 18. til 20. mai vertur fyri norðurlendskari parkinsonráðstevnu, her parkinsonfeløg úr øllum Norðurlondum hittast. Á norðurlendsku ráðstevnuni í Havn 18. til 20. mai fara umboð fyri parkinsonfeløgini í Finnlandi, Danmark, Svøríki, Norra, Íslandi og Føroyum at umrøða felags áhugamál og støðuna hjá fólki við Parkinson í Norðurlondum. Harafturat fer Parkinsonfelagið í heyst at bjóða fólki við Parkinson, saman við avvarðandi, á eina ráðstevnu í Páls Høll í Vági. Durid Johannesen og John William Joensen í Parkinsonfelagnum eru í morgunsendingini Uppboðið er nú afturkallað. Felagið South Pelagic í Vági keypti Østervold úr Noregi í februar í 2013, og gav skipinum navnið Grunnabarð. Grunnabarð, sum er bygdur í 1979, varð keyptur at fiska ídnaðarfisk. 30. mai í 2013 keypti eitt felag hjá Thor í Hósvík, Ocean Group Faroes, Grunnabarð fyri 20 milliónir krónur. Hann varð tá keyptur at fiska sild og makrel. Grunnabarð endaði tó aftur hjá South Pelagic, sum átti skipið, tá tað varð kravt undir hamaran. Fyrireikandi fundur var í Fútarættinum 20. apríl. Men veðhavararnir í Grunnabarði vóru ikki á tí fundinum. Advokaturin, sum bað um uppboðið, hevði ikki frætt frá teimum. Einastu krøvini, sum vórðu løgd fram á fyrireikandi fundinum, vóru frá tveimum havnum, Runavík og Vági. Eingi hýrukrøv eru. Danska fyritøkan Teleserve vendi sær til ein advokat í Føroyum, Bjørn á Heygum, og bað hann krevja Grunnabarð seldan á tvingsilsuppboði. Í seinasta roknskapinum hjá South Pelagic, sum er kunngjørdur hann er frá 2014 er skuldin hjá felagnum 14,5 milliónir krónur, men eginognin er negativ. Grunnabarð er, sambært roknskapinum, verdur 9,7 milliónir krónur. Men nú er hann seldur Ice Fjord í Tromsø fyri 2,4 milliónir krónur. Grunnabarð hevði eingi fiskirættindi í Føroyum, nú hann varð seldur eftir at hava ligið í Hirtshals í langa tíð. Reiðaríið hevur tó eitt royndarloyvi eftir hvítingsbróðuri. Soleiðis eitur ein heldur øðrvísi kapping, sum verður í Sandoynni 27. til 29. mai. Ein kapping, har luttakararnir sleppa at royna seg við eitt nú súkkling, bogaskjóting, leirdúgvuskjóting, kajakk, orientering og sonevndum trekking. Hetta er eitt øðrvísi slag av kapping, har luttakararnir fáa bæði mentalar og kropsligar avbjóðingar, sigur Súsana Skylv, sum er við til at skipa fyri kappingini. Vit seta nakrar postar upp, sum toymini skulu finna. Onkrir eru obligatoriskir, meðan onkrir geva eyka stig, sigur Súsanna Skylv. Hetta er ein kapping, sum so at siga øll kunnu vera við í, tí vit hava gjørt tveir teinar, harav tann eini er longri og sindur strævnari, sigur Súsanna Skylv. Vit eru eini 45 norðmenn, sum hittast seinni í dag í Norðurlandahúsinum. har er ymiskur matur á skránni, og so fara vit sjálvandi eisini at spæla nøkur spøl, soleiðis sum vit plaga á hvørjum ári, sigur Tone Kjeld. Í morgunsendingini fortaldi hon millum annað, hvussu hon sum barn plagdi at halda tjóðardagin, og hvørjar av siðvenjunum hon hevur hildið fast við, hóast hon ikki er stødd í Norra. Viljormur Davidsen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal og Finnur Justinussen eru nýggir í hópinum samanborið við venjingardystin ímóti Liktenstein. Jónas Tór Næs, B36 Atli Gregersen, Víkingur Odmar Færø, Banks O Dee SCO Jóhan Troest Davidsen, HB Viljormur Davidsen, Vejle BK DEN Bárður J. Hansen, Víkingur Gilli Rólantsson, AaB lborg DEN Kaj Leo í Bartalsstovu, Dinamo Bukarest ROM Sølvi Vatnhamar, Víkingur Róaldur Jakobsen, B36 Hallur Hansson, Vendsyssel FF DEN Barndur H. Olsen, Vendsyssel FF DEN Heini Vatnsdal, Fremad Amager DEN Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ Runavík Rene S. Joensen, Vendsyssel FF DEN Í kvøld fara vit millum annað at hoyra Dans p Br nnobrygga og Í góðum veðri hann dyrgdi við Ólavi Højgaard. Lagt til rættis Hanna og Terji Jakobsen. Lars Olsen sigur, at hann hevur lagt tilmerkis, at fleiri KÍ spælarar eru væl fyri. Serliga hugsar hann um Páll Klettskarð og Jóannes Bjartalíð. U 21 landsliðið hjá okkum spælir um sama mundi ímóti Finnlandi, og eg haldi, at tað er best, um Jóannes Bjartalíð sleppur at royna seg har , sigur Lars Olsen Landsliðsvenjarin leggur afturat, at nú Róaldur Jakobsen úr B36 er aftur í hópinum, ætlar hann at síggja hann spæla á miðvøllinum. Hann nevnir tó ikki, um Róaldur Jakobsen byrjar inni. Málverjar Gunnar Nielsen, FH Hafnarfjørður ICE Teitur M. Gestsson, HB T Tórður Thomsen, B36 Verjuspælarar Jónas Tór Næs, B36 Atli Gregersen, Víkingur Odmar Færø, Banks O Dee SCO Jóhan Troest Davidsen, HB Viljormur Davidsen, Vejle BK DEN Bárður J. Hansen, Víkingur Miðvallarar Gilli Rólantsson, AaB lborg DEN Kaj Leo í Bartalsstovu, Dinamo Bukarest ROM Sølvi Vatnhamar, Víkingur Róaldur Jakobsen, B36 Hallur Hansson, Vendsyssel FF DEN Barndur H. Olsen, Vendsyssel FF DEN Heini Vatnsdal, Fremad Amager DEN Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ Runavík Rene S. Joensen, Vendsyssel FF DEN Áleyparar Klæmint A. Olsen, NSÍ Runavík Finnur Justinussen, Fremad Amager DEN EvropaMeistarastevnan í svimjing í London er byrjað, og fyrstu føroyingar hava roynt seg í olympiska hylinum. Byrjanin kundi verið frægari. Heimasíðan skrivar, at tað var serliga skiftið millum rygg og bringu sum gjørdi gekk illa, tí Sára helt seg møguliga vera kolldømda. Tað hevði við sær, at hon ikki gav seg full út, restina av kappingini. Hon kom á mál við tíðini 5 15.48. Sára eigur føroyska metið á 5 00.47. 10 ungfólk hava longu meldað seg til heystskeiðið á nýggja ítróttarháskúlanum í Suðuroy. Komandi dagarnar fer skúlin runt stóru skúlarnar í landinum at kunna um nýggja háskúlan og seinni í vikuni verður ein royndardagur. Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, var ógegnið at beina skrivið Frá Fíggjarligum Støðufesti til TAKS, tí skrivið varð sent til Fíggjarmálaráðið. Tí sigur Eivind Jacobsen seg ikki skilja niðurstøðuna hjá Landsstýrismálanevndini um ógegnið hjá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu. Hann hevur sent Landsstýrismálanevndini viðmerkingar, til avgerðina um, at nevndin ikki fer at viðgera kæruna sum hann sendi nevndini. Fríggjadagin tók Landsstýrismálanevndin avgerð um ikki at viðgera kæruna frá Eivindi Jacobsen á Strondum um Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum. Kristina Háfoss varð kærd í sambandi við skattamálið hjá Eik. Eivind Jacobsen fekk svarið fríggjadagin, og í dag hevur hann sent nevndini nakrar viðmerkingar til avgerðina. Hann vísir á, at kært varð millum annað um gegnið hjá landsstýriskvinnuni, tí hon møguliga hevur arbeitt við málinum í sínum borgarliga starvi í Tryggingarfelagnum Føroyum. Landsstýrismálanevndin metir ikki, at tað er viðkomandi at viðgera gegnið hjá landsstýriskvinnuni, tá hon ikki hevur viðgjørt málið. Tí er kærarin ikki samdur í, tí hóast Fíggjarmálaráðið hevur sent málið víðari til TAKS til viðgerðar, eru skjølini eisini skrásett í skjalaskrásetingini hjá Fíggjarmálaráðnum. Eivind Jacobsen vísir á, at avgerðin um at senda skrivið til TAKS er ein fyrisitingarlig avgerð. Avgerðin er tikin uttan at mett er um gegnið hjá landsstýriskvinnuni. Hann vísir eisini á, at Kristina Háfoss er ógegnið til annað er prógvað, tí tað sæst á heimasíðuni hjá Fíggjarmálaráðnum, har hon stendur at verða deildarleiðari og síðani fíggjarligur og búskaparligur ráðgevi hjá Tryggingarfelagnum Føroyar. Og at skattafrádrátturin er lagdur til rættis í Tryggingarfelagnum, hava skjøl prógvað. Avgerðin at senda TAKS málið er ein avgerð, sum samstundis hevur við sær, at alment innlit ikki kann fáast í málið. Tað veit landsstýriskvinnan. Tað er í andsøgn við skrivið sum Finansiel Stabilitet sendi til Fíggjarmálaráðið, tí teir vóru ikki nøgdir við TAKS. Tí hevur skrivið einki við TAKS at gera. Fíggjarligt Støðufesti kennir adressuna hjá TAKS. Tí skilji eg ikki niðurstøðuna um ógegnið hjá Kristinu Háfoss, sigur Eivind Jacobsen í svarinum til Landsstýrismálanevndina. Eivind Jacobsen kærdi eisini um gegnið hjá Kristinu Háfoss. Hann vísti á, at landsstýriskvinnan í sínum borgarliga starvi í TF samtakinum kann hugsast at hava arbeitt við málinum. Eivind Jacobsen biður tí Landsstýrismálanevndina kanna, um Kristina Háfoss hevur ráðgivið ella arbeitt við málinum í sínum borgarliga starvi. Uppgávan hjá Landssttýrismálanevndini er at hava eftirlit við, at landsstýrisfólkini gera sítt arbeiði sum landsstýrisfólk, sigur Bárður Kass Nielsen. Sambært honum var landsstýrismálanevndin samd í síni niðurstøðu. Eivind Jacobsen sigur, at hann staðfestir, at Landsstýrismálanevndini ikki hevur áhuga í at kanna gegnið hjá Kristinu Háfoss. Men hann leggur aftrat, at TAKS fer at koma við eini niðurstøðu, og tá fæst helst meir at vita um málið. Óli Mortensen svam teinin uppá 16 24.42, sum er 46 sekund seinni enn tilmeldingartíðin, meðan Pál Joensen svam teinin uppá 15 16.44, sum er 18 sekund seinni, enn tilmeldingartiðin. Hetta var at rokna sum ein venjingarkapping fram móti Olympisku leikunum, sigur Pál Joensen, ið ikki tók vánaliga úrslitið so tungt. 18 ára gamli maðurin í Avstralia varð handtikin í Sydney í dag, eftir at løgreglan í aðrari atsókn framdi húsrannsóknir í bústøðum í Melbourne. Løgreglan hevur skuldsett tannáringin fyri at hava leitað eftir og kannað støð í Sydney, har hann kundi fremja yvirgangsatsókn, og hann skal, sambært skuldsetingini, eisini hava roynt at skaffa sær skotvápn. 18 ára gamli maðurin varð hildin aftur á flogvøllinum í Sydney í februar mánaði, tá hann royndi at fara úr Avstralia til Sýria fyri at stríðast saman við jihadist bólkum. Tá var longu hald lagt á passið hjá honum. Síðani tá hava viðkomandi myndugleikar hildið vakið eygað við honum. Tíðliga í morgun varð avgerð tikin um at handtaka hann fyri at forða fyri eini yvirgangsatsókn um stutta tíð, stendur í fráboðan frá avstralska ákærumyndugleikanum í dag. Tannáringurin, sum býr í Sydney, kann verða ákærdur fyri at hava fyrireikað ella at hava ætlanir um at fremja yvirgangsatsóknir. Hann kann verða dømdur lívlanga fongsulsrevsing. Danska frágreiðingin um uttanríkispolitikkin hjá danska ríkinum staðfestir, at Føroyar og Grønland hava stóran týdning fyri uttanríkispolitikkin. Djóni Nolsøe Joensen, løgtingsmaður, sum er formaður í nevndini, sum hevur eftirlit við, at varðhaldsfangar í Føroyum hava nøktandi umstøður, staðfestir, at viðurskiftini í arrestini í Mjørkadali eru ikki nóg góð. Djóni Nolsøe Joensen vísir á, at fangarnir koma útaftur til tað sama, tá teir eru lidnir at sita dómin, og tí eigur størri dentur at verða lagdur á fyribyrging enn um revsing. Felagið er vertur fyri norðurlendskari parkinson ráðstevnu, sum verður frá 18. til 20 mai. Parkinsonfeløg úr øllum norðurlondum vera við á ráðstevnuni. Meðan fólkatalið í Føroyum er farið at vaksa aftur, er støðan tann øvugta í Grønlandi. Sambært hagstovuni í Grønlandi vera við hetta lag 3.000 færri fólk enn nú í Grønlandi í 2040. Samstundis hækkar miðalaldurin hjá teimum, sum búgva í landinum, 2,7 ár upp í 38,1 ár. Framskrivingarnar siga eisini, at í 2040 vera dupult so nógv fólk sum nú eldri enn 70 ár. Tann 1.januar í ár búðu 55.847 fólk í Grønlandi, 137 færri enn 1. januar í fjør. Fólkatalið nú er tað minsta í 20 ár. Fráflyting er orsøkin til, at fólkatalið minkar. Føroyskir fiskimenn fáa verri hýru enn fiskimenn fáa í Noregi. Tí eiga hýrurnar hjá teimum, sum eru við føroyskum fiskiskipum, at fara upp. Vit vistu, at viðurskiftini á flest øllum økjum eru betur skipað hjá norskum fiskimonnum enn hjá okkum. Men tað kom eitt sindur óvart á okkum, hvussu nógv betri teirra sáttmálar eru, sigur Jan Højgaard. Fiskimannafelagið fyrireikar seg til at dagføra sáttmálan hjá fiskimonnnum. Jan Højgaard væntar, at býtisprosentið eisini í framtíðini verður grundarlagið undir sáttmálanum. Men hýrurnar verða í størri mun umroknaðar til dagløn. Býtisprosentið í Føroyum er lægri enn í Noregi, og tí skal býtisprosentið upp í Føroyum, sigur formaðurin í Fiskimannafelagnum. Tá Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið fyri einum ári síðani gjørdu nýggjan sáttmála, var semja um at fara undir at dagføra sáttmálan. Fleiri ásetingar í sáttmálanum eru beinleiðis ótíðarhóskandi og harafturat so illa orðaðar, at tær elva til stríð um tulkingar, sigur Jan Højgaard. Í sendingini hoyra vit sangir við Frank Sinatra av uppsamlingplátuni My Way The Best Of Frank á Warner Brothers í 1987. Lagt til rættis Arnold Ludvig. Hetta skrivar Skúlablaðið eftir pallborðsfund á skúlanum í gjárskvøldið, har eisini býráðspolitikarar vóru við. Heðin Mortensen, borgarstjóri verður av skúlablaðnum endurgivin fyri at siga, at málið verður tikið upp beinanvegin. Tað vil siga, at góðkennir Mentamálaráðið, at skúlabygnaðurin fyri Tórshavnar kommunu skal broytast, so kann Sankta Frans skúli fáa framhaldsdeild í skúlaárinum 2016 17. Hølisviðurskiftini eru í lagi til hesa framhaldsdeild, segði Selmar Jacobsen, skúlastjóri, so tað er ikki trupulleikin í hesum nú so drúgva máli, stendur at lesa á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum. Tað er bara ein spurningur um tíð, til tey flestu børnini og ung eru reinar kemibumbur tí børn og ung fáa í dag alt ov nógvar diagnosur og ov nógvan heilivág. Hann heldur, at alt ov nógv børn fáa óneyðugar diagnosur og harvið eisini óneyðugan heilivág av tí, at tey ikki passa inn í tað samfelagið, vit liva í í dag. Ørkymlanin kann lætna, tá foreldur fáa staðfest, at barnið hevur eitt neurologiskt órógv. Tí haldi eg, at so nógv børn fáa ymiskar diagnosur, sigur Helgi Rasmussen og heldur fram Trupulleikin er tann, at vit á henda hátt gloyma tey børnini, sum veruliga hava onkra sjúku og veruliga hava brúk fyri heilivági, sigur Helgi Rasmussen. Sambært honum verða børnini ofta gjørd til ein trupulleika, heldur enn at mann sær samfelagið og modernaða familjulívið sum trupulleika. nordeniskolen.org er ókeypis læringsportalur, ið gevur norðurlendskum lærarum og næmingum nýggjar møguleikar at arbeiða við norðurlendskum málum og norðurlendskari mentan, umframt veðurlag og náttúru. Portalurin vendir sær til fólkaskúlar og miðnámsútbúgvingar og var í 2011 við til at vinna heiðurin hjá norðurlendsku samstarvsráðharrunum fyri at menna eina ætlan, ið styrkir fatanina av grannamálunum danskum, norskum og svenskum hjá børnum og ungum í øllum Norðurlondum. Hesin læruportalur er nú týddur til føroyskt og er tøkur hjá øllum at nýta. Vinarflokkar Á Norden i Skolen kanst tú samstarva við norðurlendskar vinarflokkar. Samstarvið við javngomul úr einum øðrum norðurlandi gevur undirvísingini nakað heilt nýtt, sum, umframt at vera hugkveikjandi og áskoðanarbirtandi fyri næmingarnar, eisini skapar karmar fyri eina frálærutilgongd, ið ger einstaka næmingin til ein viðleikara í egnari tilognan av vitan. Seinasta uppgerðin fyri apríl vísir, at miðalhitin á jørðini var 1,11 stig celsius yvir tann miðalhitan fyri apríl, sum er gjørdur yvir eitt drúgt tíðarskeið. Talan er um eitt øgiligt lop sammett við 2010, tá ávaringar vóru um, at mánaðarhitin tá var 0,24 stig celsius yvir langtíðarmiðaltalið. Altso er lopið frá 0,24 stigum celius í 2010 til 1,11 stig celsius nú. Uppgerðir hjá NASA vísa, at hitin á jørðini hevur sett met hvønn einasta mánað síðani oktober 2015. Hvørja ferð hevur vøksturin verið munandi. Tíðindini um metheitar mánaðir eru nú vorðin so vanlig, at vísindafólk óttast, at fólk als ikki hoyra álvaran í teimum longur. Mátingar hjá øðrum veðurlagsstovnum vísa enn verri støðu. Summar mátingar vísa, at hitin á jørðini hevur sett met heili 11 mánaðir á rað. Taka vit so árið 2016 higartil, er lítil vón um bata. Tí so heitt hevur verið í miðal á jørðini higartil í ár, at veðurlagsgranskarar siga sambært Assosiated Press, at als eingin ivi er um yvirhøvur, at 2016 eisini fer at verða heitasta árið, sum nakrantíð er mátað. Maðurin er ákærdur fyri at hava neyðtikið eina eldri kvinnu, sum hann kennir, í november í 2014. Maðurin noktar seg sekan. Hann sigur, at samlegan var sjálvboðin. Kvinnan meldaði ikki fyrr enn knappliga eitt ár seinni, tá hon í einum blaði las um álopið á eina unga kvinnu við Sjónleikarhúsið í Havn. Tá varð maðurin, sum nú er ákærdur fyri neyðtøkuroynd, varðhaldsfongslaður fyri tað álopið. Maðurin noktar seg eisini sekan í neyðtøkuroynd. Men hann viðgongur, at hann tók í kvinnuna og legði hana niður. Ákæruvaldið hevur bundið um heilan fingur og í øðrum lagi ákært mannin fyri blygdanarskemd, roynd at fremja blygdanarskemd, harðskap og tvingsil, um rætturin ikki góðtekur ákæruna um neyðtøkuroynd. Ákærin fer at krevja treytaleysa fongsulsrevsing. Boðað er eisini frá endurgjaldskrøvum frá kvinnunum. Tey eru ávikavist 70.000 og 60.000 krónur 23 ára gamli Marni Kruse hevur júst givið út lagið Walking Under Stars, sum er ein summarsangur hjá honum. Staklagið er tað fyrsta, vit hoyra eftir stuttfløguna, Searching For Something I am Looking For, sum hann gav út í fjør. Marni Kruse býr í Tromsø í Norra og fæst framvegis nógv við tónleik. Hóast kanningar eru gjørdar, ið skulu staðfesta, hvussu álvarslig og umfatandi dálkingin er, bíða húskini framvegis eftir svari, nær, ella um ráðiligt er at flyta aftur í húsini í Magnus Heinasonar gøtu í miðbýnum í Havn. Støðan er ørkymlandi og ótolandi, sigur Bjarnhild Patursson, sum saman við familjuni hevur reikað frá bústaði til bústað seinastu tveir mánaðirnar. Tað hevur fingið bæði Tórshavnar kommunu og Eysturkommunu at heita á allar borgarar um at kanna oljutangan fyri at vita, hvørjum standi tangin er í, ella um hann krevur ábøtur, so sleppast kann undan, at tangin er til ampa og vanda fyri umhvørvið. Argjamaðurin hevur sett saman nýggjan bólk. Ljóðmyndin er øðrvísi og tónleikurin ikki líka harður, sum hann hevur verið. 27. mai verður fløgan Ultramarine at fáa, men fyrsta staklagið er longu givið út. Hetta er sangurin, I Remember You Well, sum eisini er at at uppliva sum sjónbandalag her. Fróði var í Góðan morgun Føroyum til eitt prát, áðrenn sangurin varð spældur fyrstu ferð nakrantíð. Hildur Patursson hevur fingið beint omanfyri 242.000 krónur til sína verkætlan, sum eitur Føroyski barnagarðurin í mentanarsøguligum høpi. Annbjørg á Høvdanum granskar á heilsuøkinum, og verkætlanin, hon arbeiðir við, ber heitið Møði hjá føroyskum fiskimonnum. Hon hevur fingið 1,1 millión krónur úr Grangskingargrunninum til at granska hetta evnið. Í sambandi við 50 ára dagin hjá Pet Sounds 16. mai var Sunleif Rasmussen í Studio 5. Hann hevði valt fýra sangir av teimum 13 á plátuni, sum vóru spældir, umframt at hann greiddi frá tónleikinum og brúkti klaverið í síni frágreiðing. Allir partar ynskja eina nýggja skipan frá 1. januar í 2018, tá verandi skipan fer úr gildi, sigur Johnny í Grótinum, formaður í nýskipanarnevndini. Atfinningar hava verið um arbeiðssetningin, men arbeiðið gongur sum tað skal, og almenningurin verður kunnaður í juni, sigur Johnny í Grótinum, formaður í nevndini, sum ger eina nýggja fiskivinnuskipan. Sannlíkindini verða størst at fáa smittuna á Madeira og við landnyrðingspartin av Svartahavinum. Zika virus spjaðir seg við mýggjabitanum aedes. Hóast WHO sigur, at vandin fyri zika útbroti í Evropa ikki er so stórur, so er avgerandi, at evropeisku londini seta fyribyrgjandi tiltøk í verk. Virussið er vandamikið fyri kvinnur, sum eru við barn, tí illgruni er um, at tað elvir til, at skalli og høvd hjá nýføðingum eru illa búnað og tí kann hava heilaskaða við sær. Vit mæla staðiliga til, at tiltøk, sum vit vita kunnu fyribyrgja útbroti, verða raðfest, sigur Zsuzsanna Jakab, sum er doktari og stjóri fyri Evropa í WHO, við Danmarks Radio. Enn er ongin aðalstjóri settur í Uttanríkis og vinnumálaráðnum. Ætlanin var annars, at nýggjur aðalstjóri skuldi setast í ráðnum fyrsta mai. Men enn er málið ikki liðugt, verður sagt av Løgmansskrivstovuni. Pól Edvard Egholm tók við, sum fyribils aðalstjóri, eftir at Bjørgfríð Ludvig fór úr starvinum. Bjørgfríð Ludvig gavst í starvinum tí hon gjørdist kommunustjóri í Havn. Tíggju umsóknir vóru til starvið, sum aðalstjóri í Uttanríkis og vinnumálaráðnum. Hvørji rák eru í altjóða bókmentum, og kunnu vit yvirhøvir tosa um ávís rák. Hesar og aðrar spurningar viðgera vit saman við Vónbjørt Vang, bókavørði. Ungdómskórið í Gøtu kirkju sang herfyri á altjóða kórfestivali í Eysturríki, har kórið var við í trimum bólkum Kirkjutónleiki, Ungdómskóri og Rútmiskum kórsangi, og har kórið vann silvurheiðursmerki í øllum trimum kappingunum. Vit vóru í Gøtu kirkju hvítusunnudag, har vit hittu kórleiðaran, Símun Hammer, umframt sangararnar, Nomi Dalbø Jacobsen og Elisu Frífljóð Petersen. Fleiri listaframsýningar lótu upp seinasta vikuskiftið, og vit vóru á trimum Tað andaliga í málninginum við verkum eftir Anker Mortensen á Listasavni Føroya, Tíðarrúm við verkum hjá Bjarne Werner Sørensen í Listahøllini á Skipasmiðjuni, og Vit byggja land við verkum hjá Sigrun Gunnarsdóttir í atelieri hennara á Eiði. Nú nærkast, tí í døgunum 24. til 28. mai verða fimm dagar á tremur við tí besta av tí norðurlendska sjónleikarpallinum. Marita Svartá, ið samskipar partin, ið ber heitið New Nordic Drama, er á Mentanarcaf ina saman við rithøvundanum, Marjun Syderbø Kjelnes, ið er føroyska íkastið, og vit fara eisini fara at fregnast hjá Jenny Petersen, stjóra á Tjóðpalli Føroya. Ungdómskórið í Gøtu kirkju var herfyri á altjóða kórfestivali í Eysturríki, har kórið var við í trimum bólkum Kirkjutónleiki, Ungdómskóri og Rútmiskum kórsangi, og har kórið vann silvurheiðursmerki í øllum trimum kappingunum. Vit vóru í Gøtu kirkju hvítusunnudag, har vit hittu kórleiðaran, Símun Hammer, umframt sangararnar, Nomi Dalbø Jacobsen og Elisu Frífljóð Petersen. Hugskotið er ikki nýtt. Í álitinum um føroyska stjórnarskipan, sum var latin landsstýrinum tann 22. desember 1993, var ein grein 16 um minnilutaverju, har ein triðingur av løgtingslimum kundi biðja løgtingsformannin um fólkaatkvøðu um eitt lógaruppskot. Ásetingin varð seinni tikin burtur. Ein grundgeving var, at ein minniluti skuldi ikki hava so fast tak á einum meiriluta í einum fólkavaldum tingi. Tað var eisini sagt, at tingfólk eru vald at taka avgerðir vegna fólki. Vandin við hesari minnilutaverjuni var, at lógararbeiðið bleiv blokerað. Henda ásetingin kann hava við sær, at tá politiska mál verða fyrireikaði, verður tú noyddur til at grundgeva fyri uppskotinum og finna eina semju, sigur hann. Soleiðis, sum samgongan og andstøðan hava virkað í Løgtinginum, er vandi fyri, at annaðhvørt mál fer til fólkaatkvøðu, sigur hann. Bretar halda heilt einfalt, at innflytarapolitikkurin í Evropa er miseydnaður, sigur Sólvit Nolsøe, stjórnmálafrøðingur, sum tekur saman um valstríðið til fólkaatkvøða tann 23. juni. Áki Johansen, sendimaður í London, vísir á, at gera bretar burturúr evropeiska felagsskapinum uttan at vera í tollsamgongu við ES, kann tað bera við sær, at Føroyar skulu gera handilsavtalu við Bretland. Teir, sum luttaka í sendingini, eru Regin Berg, stjórnmálafrøðingur, Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, Jógvan á Lakjuni, tingformaður fyri Fólkaflokkin, Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, Sólvit Nolsø, stjórnmálafrøðingur, Áki Johansen, sendimaður í London, og Bjarni í Liða, búskaparfrøðingur. Eystari landsrættur hevur eins og Føroya rættur gjørdi sett av tveir rættardagar til málið um lendið, sum í 2009 varð ognartikið til flogvøllin. Landsrætturin fer at viðgera málið 7. og 8. juni. Tann 31. mars í 2014 segði Føroya rættur, at teir, sum eiga hagapartin Ytri Suttring Ytri Suðurtriðing í Sørvági, eiga at fáa 10,6 milliónir krónur í endurgjaldi frá Vinnumálaráðnum. Endurgjaldið er fyri mist lendi og fyri grótið, sum varð tikið til at leingja flogvøllin. Kravið um endurgjald var dupult so stórt. Men Vinnumálaráðið vildi bara lata góðar 340.000 krónur í fyrsta umfari. Við rentum og øðrum skuldu hagaeigararnir fáa 12,3 milliónir krónur sambært dóminum hjá Føroya rætti. Ikki færri enn tríggjar ferðir er virðið á ognartikna lendinum mett. Fyrsta metingin segði 50 krónur fyri fermeturin. Síðani segði yvirmetingarnevndin 71 krónur. Ta metingina brúkti hagaparturin, tá hann stevndi. Upprunaliga sakarkravið var 23 milliónir krónur, men tað lækkaði niður í 20,6 milliónir krónur í dómsviðgerðini. Føroya rættur bað eisini metingarmenn koma við einum tali. Tað talið er 27 krónur fyri fermeturin. Tað er endurgjaldið, sum rætturin ásetti fyri góðum tveimum árum síðani. Lendið varð ognartikið í 2009, tí semja fekst ikki millum Vága Floghavn og hagapartin um gjaldið fyri lendið. Vinnumálaráðið skeyt dómin hjá Føroya rætti inn fyri Landsrættin. Vinnumálaráðið er mótpartur hjá hagapartinum í rættinum. Men tá málið er liðugt, skal P f Vága Floghavn rinda Vinnumálaráðnum tað, sum endaligi dómurin sigur. Nú verður staðfest í kunngerðini um laksalús, at ymisk fiskasløg, reinsifiskur kallaður sambært kunngerðini, kunnu brúkast til at taka laksalús í alibrúkum. Broytingarnar í kunngerðini um yvirvøku og tálming av lúsum á alifiski eru sendar til hoyringar. Hoyringarfreistin er til 27. mai. Sambært broyttu kunngerðini skulu tey, sum skriva út heilivág fyri lús, gera eftirmetingina fyri at vita, hvussu viðgerðin hilnaðist. Er viðgerðin gjørd uttan heilivág, ger tann, sum hevur ábyrgdina av viðgerðini, eftirmetingina. P f Fiskaaling skal gera allar lúsateljingar, stendur í broyttu kunngerðini. Men størsta broytingin er, at markið fyri, hvussu nógvar laksalús mugu vera í einum aliringi, lækkar úr tveimum niður í hálva aðru lús fyri hvønn laksin. Verður ov nógv laksalús tald í einum aliringi, kann alarin fáa boð um at seta minni smolt út næstu ferð. Alarin kann eisini fáa boð um, at laksurin skal takast alt fyri eitt. Tað er framvegis ógreitt, hví eitt flogfar hjá EgyptAir sendi út neyðarkall. Egyptaland og Frakland eru farin at samstarva um, so skjótt sum møguligt at fáa greiðu á, hví flogfarið í nátt hvarv á veg úr París til Kairo. Hildið verður, at flogfarið er dottið í havið, og tí eru bjargingarfeløg úr Egyptalandi, Grikkalandi og Fraklandi farin at leita eftir flogfarinum. 66 ferðafólk vóru við flogfarinum, tey vóru úr 12 londum, harav 15 úr Fraklandi. Flogfarið fór úr París um ellivutíðina í gjárkvøldið, og stutt fyri klokkan trý í nátt hvarv flogfarið. Greinin heldur fram niðanfyri. Tá hevði flogfarið flogið yvir Alpunum, Norðuritalia og Kroatia, og var yvir Miðalhavinum. Flogfarið varð komið inn í egyptiskt loftrúm, tá tað hvarv, upplýsa egyptisku myndugleikarnir. Myndugleikarnir upplýsa, at tað vóru grikskir flogleiðarar sum kunnaðu um støðuna, eftir at flogfarið var horvið av teirra radara. Eftir at maðurin, sum Føroya rættur í gjár dømdi trý ára fonsgulsrevsing fyri neyðtøku og neyðtøkuroynd, varð varðhaldsfonglaður í oktober í fjør, var hann undir illgruna fyri at hava framt tvey onnur brotsverk, sum politiið kannaði. Men maðurin er ikki longur settur í samband við tey. Politiið fann eingi prógv, sum kundu bera eina skuldseting móti tí tá 19 ára gamla manninum. Sambært Útvarpinum tann 19. november í fjør leitaði politiið í sínum skjalagoymslum eftir óloystum málum og fann tvey, har lýsingin av manninum líkist tí varðhaldsfongslaða. Annað málið er frá mars í fjør. Tá varð ein kvinna álopin, tá hon var á veg til hús á náttartíð. Kvinnan slapp til rýmingar, tí hon sprændi hárlakk á álopsmannin. Hitt málið er frá juli í fjør. Tá tekur ein maður í eina kvinnu, sum var á veg til hús um náttina. Hon fekk slitið seg leysa og slapp til rýmingar. Báðar hesar hendingar vóru í Havn. Jens Guttesen var ógvuliga virkin og fjølbroyttur sum tónaskald. Vit kenna løg hansara frá sangum og kórsangum, sum eru nógv sungnir í samkomunum kring landið. Eg fari næstan ikki oman í býin, havi øll vindeygu afturlatin, og hugsi sum heild nógv um, um nøkur vespa man vera í nánd av mær. Í morgunsendingini fortaldu hon og Mirjam Pætursdóttir, hvussu tað er at vera so bangin fyri vespum, at óttin hvørt summar stýrir teirra gerandisdegi. Óttin oyðileggur nógv, tí til dømis tori eg ikki at fara í miðbýin á ólavsøku, og sum heild eru tað vespurnar, sum avgera, hvar eg eri, og hvat eg geri summarmánaðirnar, sigur Mirjam Pætursdóttir. Kristian Eli Andersen er sálarfrøðingur og hjálpir eitt nú fólki, sum hava vespuótta eins og Sigrun og Mirjam. Sambært honum er møguligt at koma óttanum til lívs, men tað kann taka tíð. Soleiðis sum tær lýsa henda óttan, so er einki at ivast í, at tær veruliga hava eina fobi. Við røttu hjálpini og einum øðrvísi hugsunarhátti, er gjørligt, at tær sleppa av við óttan, sigur Kristian Eli Andersen. Jens Marius Hentze gekk á læraraskúla í Havn frá 1960 til 1964. Eini 50 fólk vóru til upptøkuroynd, og 25 vórðu tikin inn. Hóast Jens Marius onga skúlagongd hevði eftir fólkaskúlan, stóð hann royndina. Millum lærararnar vóru Tórarin Evensen og Jóannes Rasmussen. Høvuðrokning og praktikk taldu tvífalt til endaligu próvtøkuna. Praktikkin var í Kommunuskúlanum, men Jens Marius var eisini við Gjógv. Fyrsta skúladagin noyddist lærarin á fjall, so praktikanturin slapp at royna seg einsamallur við næmingunum. Jens Marius tók læraraprógv í Havn í 1964 og fekk starv í Hvalba, men var bara eitt ár har suðuri. Summarið 1965 fór hann á ársskeið í plantu og djóralæru á Fróðskaparsetrinum og undirvísti samstundis fullan dag. Í 1965 fekk hann tímalærarastarv á Frúutrøð. Í 1968 fór hann á skeið í Danmark at læra at undirvísa orðblindum og atferðartruplum. Tórshavnar kommunuskúli stovnaði nú tveir hjálparflokkar, og Jens Marius arbeiddi við hesum øki í næstan 30 ár. Síni seinastu ár í skúlanum undirvísti hann í framhaldsdeildini. Jens Marius Hentze skrivaði Tórshavnar skúlasøgu, sum kom út í 2000. Eftir drúgt og umfatandi uppruddingararbeiði eftir oljuleka kunnu húski í miðbýnum í Havn skjótt flyta innaftur, lovar Tryggingarfelagið, sum samstundis rópar varskó. Húskini í Magnus Heinasonargøtu í Havn, sum síðst í mars máttu flyta út orsakað av leka í einum oljutanga í grannalagnum, kunnu skjótt flyta innaftur. Tað lovar Regin Hammer, stjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar. Tað er beinleiðis skeivt, tá stjórin á Tryggingarfelagnum Føroyar, sigur, at klárt er at flyta inn aftur í húsini, siga tey. Nei, sigur Regin Hammer, stjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar. Tað er ikki skeivt, tí serfrøðingar hava kannað málið til botns, sigur hann. Regin Hammmer hevur í dag ikki aðrar viðmerkingar til málið, tí talan er um eitt mál millum Tryggingarfelagið og kundan, sigur hann. Fundur verður millum partarnar ein av komandi døgunum, har ein endi skal gerast á málinum, sigur Regin Hammer. Gangi maraton fór av bakkastokki í 2015, sum ein liður í arbeiðinum hjá Krabbameinsfelagnum at varpa ljós á krabbamein og tað stríð, fólk við hesi sjúku skulu ígjøgnum. Ein partur av luttøkugjaldinum fer beinleiðis til Krabbameinsfelagið. Tað er ein góður stuðul til Krabbameinsfelagið at standa vakt til hetta megnar tiltak. Tiltakið gert alsamt størri og vit hava tørv á nógvum vaktum, áleið eini 40 fólkum, sigur Durita Tausen, forkvinna í Krabbameinsfelagnum. Fyrrverandi ovastin fyri fronsku loftferðslunevndina sigur seg ikki ivast í, at ein bumba var umborð á flogfarinum. Flogfarið datt niður sunnanfyri oyggjarnar Kreta og Kypros. Tað sama sigur ein skipari á einum skipi, ið var á leiðini. Grikski verjumálaráðharrin sigur, at flogfarið snaraði knappliga, áðrenn tað datt í havið. Serfrøðingar siga tað vera óvanligt, at eitt flogfar sum flýgur so leingi og er so høgt, dettur niður. Tí verður tosað um yvirgang, hóast eingin enn vil gera viðmerkingar til tað. Nakað eftir at egyptiska flogfarið hvarv av radaranum hjá griksku loftferðslumyndugleikunum, sendi tað út neyðarkall, upplýsir ein talsmaður fyri egyptiska herin, men felagið vil ikki gera viðmerkingar til tíðindini. Hildið verður um eina sjálvvirkandi neyðskipan, og at tað ikki vóru flogskipararnir sum sendu boðini. Hvat hendi við flogfarinum er framvegis ógreitt. Egyptaland og Frakland eru farin at samstarva um, so skjótt sum møguligt at fáa greiðu á, hví flogfarið í nátt hvarv á veg úr Paris til Kairo. Franska stjórnin hevur boðað til kreppufund um hendingina. Bjargingarfeløg úr Egyptalandi, Grikkalandi og Fraklandi farin at leita eftir flogfarinum. Haraftrat eru fleiri skip sum eru stødd á leiðini eisini farin at leita. Jens Stoltenberg, aðalskrivari í NATO, hevur eisini boðað frá, at NATO er tilreiðar at hjálpa, um áhugi er fyri tí. 66 fólk vóru við flogfarinum, 56 ferðafólk, tríggir trygdarvørðar, umframt manningina. Fólkini vóru úr 12 londum, harav 15 úr Fraklandi og 30 úr Egyptalandi. Flogfarið fór úr Paris um ellivutíðina í gjárkvøldið, og stutt fyri klokkan trý í nátt hvarv flogfarið. Tá flogfarið hvarv, hevði tað flogið yvir Alpunum, Norðuritalia og Kroatia, og var yvir Miðjarðarhavinum. Flogfarið var komið inn í egyptiskt loftrúm, tá tað hvarv, upplýsa egyptisku myndugleikarnir. Flogfarið hevði bert hálvan tíma eftir til Kairo. Flogfarið, sum var av slagnum Airbus 320 232, og varð latið EgyptAir í 2003. Í oktober í fjør sprongdist ein buma umborð á einum russiskum flogfari, tá tað var yvir Sinai oyðimørkini. Tað eru tíggju ár síðani, at Tjant seinast lat eina útgávu av hondum, men nú er bólkurin aftur fløguaktuellur. Í morgunsendingini greiddi Heðin Ziska Davidsen frá upprunanum til bólkin, hvør hevur verið við gjøgnum árini, og so hoyrdu vit eisini fyrsta staklagið av fløguni ein serligur sangur við sermerkta heitinum Eat Fish Fuckface. Serliga hevur eitt øki í Vesturgrønlandi verið áhugavert, og feløg sum Shell, Conoco Phillips, Maersk Oil og Hysky Oil hava øll ligið framvið. Men nú er líkt til, at øll feløgini fara at lata síni leitiloyvi innaftur. Vit mugu bara staðfesta, at feløgini eru á veg avstað aftur, sigur Jørgen T. Hammeken Holm, aðalstjóri í grønlendska ráðevnismálaráðnum, við blaðið Sermitsiaq . Einasta undantak er felagið Cairn Energy, ið framvegis sigur seg vilja vera verandi í Grønlandi eftir at leitiloyvið gongur út á nýggjárinum. Oljuleitingin í Grønlandi er harvið komin í somu støðu sum oljuleitingin í størsta partinum av Arktis. Í Alaska eru 80 prosent av øllum leitiloyvum latin innaftur, síðani kreppan rakti oljuvinnuna. Í Grønlandi seta tey nú sínar vónir til eitt øki í landnyrðings partinum av landinum, har vónirnar um at finna olju eru góðar. Oljufeløgini, sum hava leitiloyvi í hesum øki, vísa framvegis áhuga. Fyri einum ári síðani varð ein arbeiðsbólkur settur at orða ein tænastupolitikk um vælferðartænastur á almannaøkinum. Sambært Anniku Olsen hevur arbeiðið drigið út. Tað viðgongur Eyðgunn Samuelsen eisini. Hon sigur, at arbeiðið er ein avbjóðing fyri Almannamálaráðið, sum í løtuni eisini arbeiðir við pensjónsnýskipan og markamótum til kommunala geiran. Ætlanin er, at tænastulógin verður ein nýggj høvuðslóg, sum kemur í staðin fyri ásetingarnar í forsorgarlógini um tænastur sum til dømis stuðulsfólkaskipanin og bútilboð. Ætlanin er samstundis at flyta ásetingar um eitt nú uppihaldsskyldu og afturgjaldsskyldu úr forsorgarlógini í aðra lóggávu, soleiðis at forsorgarlógin umsíðir verður sett úr gildi, sigur Eyðgunn Samuelsen. Tá avtornaði var yvirskotið 452 milliónir krónur. Bæði í Danska Fólkaflokkinum og í Eindarlistanum halda framsøgufólkini í kirkjumálum, at kirkjan krevur ov nógv inn. Inntøkurnar hjá fólkakirkjuni eru øktar og øktar síðstu árini, uttan at kirkjan hevur fingið fleiri uppgávur at røkja, tí eigur yvirskotið hjá kirkjuni at vera eitt høvi at lækka skattin, sigur Pelle Dragsted, framsøgumaður fyri Eindarlistan. Í Danmark eru tað í størstan mun sóknirnar og próvstadømini, sum áseta kirkjuskattin. Harafturat fer ein partur av kirkjuskattinum í statskassan. Hvørki formaðurin í Sambandsflokkinum ella formaðurin í Fólkaflokkinum vilja í dag siga, um flokkarnir hjá teimum fara at taka lut í stjórnarskipanararbeiðinum. Enn eina ferð verður ein roynd gjørd, at fáa eina føroyska stjórnarskipan. Higartil hevur tað ongantíð borið á mál, men samgongan ætlar, at fólkaatkvøða skal verða í 2017 um eina stjórnarskipan. Løgmaður hevur tí boðið formonnunum í flokkunum á tingi á fund í morgin um stjórnarskipanararbeiðið. Men floksformennirnir í stóru flokkunum í andstøðuni leypa ikki á leistum. Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, vil ikki gera samrøðu í dag, men sigur, at hann fer á fundin fyri at vita, hvat gongur fyri seg. Men Bárður Nielsen vil ikki siga í dag, um Sambandsflokkurin verður við í stjórnarskipanararbeiðinum. Hann sigur, at hann undrast á, at hann hevur fingið eina fundarinnkalling uttan eina skrá. Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, fer eisini á fund, men vil í dag ikki siga, um Fólkaflokkurin fer at taka lut í arbeiðinum. Hann vísir til ósemjuna millum Tjóðveldi og Sjúrða Skaale í 2011, sum elvdi til, at Sjúrður Skaale fór úr Tjóðveldinum, og seinni fór í Javnaðarflokkin. Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, vil fyrst hava at vita, um Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin eru samd um stjórnarskipanina. Sum støðan er nú, er meira sannlíkt, at flogfarið hjá EgyptAir er rakt av eini yvirgangsatsókn, heldur enn einum tekniskum breki. Tað sigur egyptiski ráðharrin í loftferðslumálum, Sherif Fathy. Á tíðindafundi fyri løtu síðani hevði ráðharrin tó fá fakta at leggja á borðið. Enn er ikki staðfest, hví egpytiska ferðafólkaflogfarið datt niður, á veg úr París til Kairo í nátt. Flogfarið hvarv av radaranum klokkan trý korter til eitt í nátt, føroyska tíð, ein hálvan tíma áðrenn lending. Ein skipari á einum farmaskipi helt seg síggja eitt eldskýggj á himmalhválvinum Skiparin sigur seg hava sæð eldskýggj okkurt um 130 sjómíl suður úr oynni Karpathos, sum liggur sunnalaga í griska havinum. Stórt leitingararbeiði fer í løtuni fram har á leiðini. Fleiri altjóða miðlar skriva nú, at fyrstu lutirnir, sum helst stava frá hesum flogfari, eru funnir í havinum sunnanfyri Karpathos. 66 fólk vórðu umborð á EgyptAir MS804 flogfarinum av slagnum Airbus A320. Turið Debes Hentze sigur, at øll, sum hava verið fyri kynsligum ágangi, hava loyvi at stiga fram alment og siga, hvør hevur misnýtt. Torbjørn Jacobsen vísir atfinningunum aftur og heldur, at orðaskiftið um royking má taka útgangsstøði í teirri sannroynd, at sigarettir eru vanligar millum fólk. Slíkar lýsingar síggjast í eysturevropeiskum og arabiskum londum, men í londunum uttan um okkum er slíkar lýsingar burtur, sigur hann. Sambært uppskotinum um leigusáttmála verður hølið, sum apotekið skal leiga til handil, 62,3 fermetrar, og leigan er 1000 krónur fyri fermeturin um árið. Í fyrsta umfari fer ikki at bera til at keypa heilivág, sum lækni hevur ávíst, men bara hondkeyp, í deildini hjá Tjaldurs apoteki í miðbýnum í Havn. Higartil hevur royndin um eina stjórnarskipan ongantíð borið á mál, men samgongan ætlar, at fólkaatkvøða skal vera um stjórnarkipanina í 2017. Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, hevur sagt við útvarpið, at hann fer á fundin fyri at vita, hvat gongur fyri seg, men vil ikki siga, um Sambandsflokkurin verður við í stjórnarskipanararbeiðinum. Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, fer eisini á fund, men vil heldur ikki siga, um Fólkaflokkurin verður við í arbeiðinum. Hann vísir til ósemjuna millum Tjóðveldi og Sjúrð Skaale í 2011, sum elvdi til, at Sjúrður Skaale fór úr Tjóðveldinum, og seinni fór upp í Javnaðarflokkin. Nógv rumbul hevur verið í ÍSF seinastu tíðina, tí ósemja hevur verið um, hvussu tær 11 milliónir krónunar, sum ítrótturin fær í stuðli frá landinum um árið, skal býtast millum sersambondini. 16 sersambond eru undir ÍSF. Øðrumegin eru tey trý stóru sambondini, Flogbóltssambandið, Hondbólssambandið og Svimjisambandið, ið ikki vilja góðtaka nýggja býtið, at stuðulin skal býtast javnt millum øll. Tey trý sambondini vilja, at játtanin fylgir við, hvussu virkin sersambondini eru. Hvør stillar upp, er ikki alment, men 13 av teimum 16 sersambondunum hava sagt, at tey skjóta Elina Heðinsdóttir Joensen upp til nýggjan ÍSF forseta. Hini trý sersambondini høvdu upprunaliga eitt mótvalevni, men sum skilst hava tey tikið sítt uppskot aftur, tí mett varð ikki, at nakar møguleiki var at fáa undirtøku fyri tí. Tað skuldi seta seg í egyptiska høvuðsstaðnum um trý tíðina gjáranáttina, men tað hvarv stutt eftir at vera komið inn í egyptiskt loftrúm. 66 fólk vóru við flogfarinum. Tórshavnar býráð samtykti í fjør at broyta byggisamtykina fyri økið Yviri við Strond, so at markið fyri, hvussu høgur ein bygningur kann verða, verður hækkað úr átta metrum upp í 10 metrar yvir vegnum. Men bæði Mentamálaráðið og Søvn Landsins mótmæla ætlanini hjá Tórhavnar kommunu, vísa skjøl, sum Kringvarpið hevur fingið innlit í. Niðurstøðan hjá Mentamálaráðnum er, at broytingarnar av byggisamtyktini eru av slíkum slag, at tær kunnu hava óbótaligan skaða fyri Skansan í Havn. Í hoyringarsvarinum frá Mentamálaráðnum, sum landsstýriskvinnan og aðalstjórin hava skrivað undir, stendur, at tað er týdningarmikið, at mett verður um árinið á mentanarlandslagið og á upplivingina av Skansanum, umframt hvørji samfelagsvirðið kunnu fara fyri skeytið. Eisini skriva Søvn Landsins í hoyringarsvarinum, at skal tað verða loyvt at byggja hægri, eigur tað at verða gjørt soleiðis, at ein niðurtrapping verður serliga móti Skansanum. Tað merkir, at Eik eigur ikki at sleppa at byggja eina hædd oman á verandi bygning, ið stendur nærindis Skansanum, og ein avmarking eigur eisini at verða gjørd í byggihædd og frástøðu frá fjøruni, halda Søvn Landsins. Málið er í løtuni til viðgerðar í Býarskipanarnevndini hjá landinum, sum skal geva Heilsu og innlendismálaráðnum ummæli um ætlanina. Síðani er tað landsstýriskvinnan, sum ger av, um Tórshavnar kommuna sleppur at broyta byggisamtykina fyri økið ella ikki. Ætlanin er, at løgtingið skal keypa og flyta í bygningin hjá Eik banka í miðbýnum í Havn, men Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, sigur við in.fo, at tey bíða, til byggimálið hjá Eik er avgreitt. Ætlanin er at byggja 130 fermetrar afturat til frítíðarskúlan, sum nú hevur tveir flokkar. Men í veruleikanum skal hann brúkast til fýra flokkar, tá forskúli og triði flokkur verða taldir við. Tað eru tær báðar Tóra við Keldu, forkvinna í Meginfelag teirra, ið bera brek, og Ása Olsen, aðalskrivari í sama meginfelag, ið hava umskrivað og bloytt ST sáttmálan, soleiðis at hann kann lesast av vaksnum fyri børnum. Síðani er bókin myndprýdd av Edward Fuglø. Bókin kemur út í dag á føðingardegnum, sum verður hildin í Norðurlandahúsinum í Havn klokkan 12.30, har eisini ymsar lívssøgur verða sagdur og tónleikur er á skránni. Sjey bólkar hava vunnið sær pláss í Sement finaluni, har høvuðsvinningurin eru tríggir dagar í Studio Bloch. Tað eru tríggir dómarar, ið gera av, hvør vinnur finaluna. Hesir eru Greta Svabo Bech, Eyðfinn Jensen og John Áki Egholm. Tey bæði fyrstnevndu vitjaðu í Góðan morgun Føroyar saman við Bartal Augustinussen, fyriskipara, til eitt prát um finaluna, støði og breiddina á tiltakinum. Í fjør vórðu seks grundstykki sett til sølu, og tey vórðu seld stutt eftir. Kommunan arbeiðir við at útvega fleiri grundstykkir. Nógv standa á bíðilista at fáa grundstykki í Kvívík. Klokkan eitt mánadagin verður fundur aftur við Flogskiparafelagið, og týsdagin er ætlanin at fara undir eina semingsroynd ímillum partarnar. Semingsstovnurin varð boðsendur hvítusunnuaftan, tí Flogskiparafelagið og Føroya arbeiðsgevarafelag kundu ikki semjast um nýggjan sáttmála fyri tann, sum fór úr gildi tann 31.mars. Semingsstovnurin hevur eina ferð fyrr verið uppi í samráðingunum hjá flogskiparunum hjá Atlantic Airways. Tað var í 2010, og tá varð sáttmálin longdur eitt ár. Ein talsmaður fyri egyptiska herin sigur, at egyptisk flogfør og herskip hava funnið vrakpetti og eisini onkrar lutir hjá ferðafólki umleið 150 fjórðingar norðan fyri egyptiska havnarbýin Alexandria. Kanningarfólk úr Fraklandi og Bretlandi eru eisini komin til Egyptalands at hjálpa myndugleikunum at kanna, hví flogfarið datt niður. Tveir spildurnýggir sangir royna seg gjøgnum Nálareygað. Teir eru Cigarette við Ásbjørn Sundstein, og Walking Under Stars við Marna Kruse. Eyðfinn Jensen er vertur í Kvørnini. Hvørji rák eru innan altjóða bókmentir, og kunnu vit yvirhøvir tosa um ávís rák. Hesar og aðrar spurningar viðgera vit saman við Vónbjørt Vang, bókavørði. Hoyr samrøðuna her Ta heilsanina hevði Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, í fólkatinginum fyrrapartin til føroysku floksformenninar, sum samstndis sótu á fyrsta fundi við løgmanni um eina føroyska stjórnarskipan. Tá ríkisfelagsskapurin var til viðgerðar í fólkatinginum í dag, var uttanríkispolitiska støðan eisini umrødd, í sambandi við Taksøe frágreiðingina. Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, gjørdi greitt, at á uttanríkispolitiska økinum tosar ríkisfelagsskapurin við einari rødd, og hon er donsk. Christian Juhl í Eindarlistanum segði, at tað var ikki ríkisfelagsskapurin, men Danmark og ES, sum talaðu við einari rødd, tá danskar havnir vórðu stongdar fyri føroyskum skipum í makrelstríðnum. Gjógvin millum Vinnumálaráðið og hagan við flogvøllin er góðar 20 milliónir krónur. Verður niðurstøðan í landsrættinum fermetrar, er prisurin eftir at taka støðu til, 27 krónur ella 71 krónur Krøvini hjá báðum pørtum vera tey somu sum í Føroya rætti, tá Vinnumálaráðið og hagaparturin Ytri Suttringur í Sørvági hittast í Eystara landsrætti tann 7.juni. Í dómi tann 31.mars í 2014 segði Føroya rættur, at teir, sum eiga hagapartin Ytri Suttring, eiga at fáa 10,6 milliónir krónur í endurgjaldi frá Vinnumálaráðnum. Við rentum og øðrum eiga hagaeigararnir 12,3 milliónir krónur Hagaparturin fekk fult viðhald, góðar seks milliónir krónur, viðvíkjandi grótinum, sum varð tikið til flogvøllin. Og hann fekk 27 krónur fyri fermeturin av ognartikna lendinum. Metingarmenn, sum rætturin tilnevndi, komu við tí talinum. Yvirmetingarnevndin segði 71 krónur fyri fermeturin, tí talan er um jørð millum tvær stórar bygdir. Og ta metingina brúkti hagaparturin, tá hann stevndi. Og Vinnumálaráðið heldur ikki, at hagaparturin eigur nakað endurgjald fyri grótið, millum annað tí hagin eigur framvegis lendið, har sum grótið varð tikið. Hóast Vinnumálaráðið er mótpartur hjá hagapartinum í rættinum, skal P f Vága Floghavn rinda Vinnumálaráðnum tað, sum endaligi dómurin sigur. Tað er framvegis ógreitt, hvør eigur ábyrgdina av, at ein oljutangi brast í miðbýnum í Havn tann 29. mars og var orsøk til stóran skaða í Magnus Heinasonar gøtu. Hvørki EFFO, sum stóð fyri áfyllingini av tanganum, ella Tryggingarfelagið Føroyar vilja svara, hví óhappið hendi, og hvør eigur ábyrgdina. Articon hevur ruddað og beint burtur á dálkaða økinum, sigur Jón Sigurðsson, stjóri í Articon og vísir annars til ráðgevnandi verkfrøðingarnar SMJ. Árni Jakobsen, stjóri í SMJ, sigur, at danska felagið EUROFINES hevur vegna SMJ gjørt kanningar av inniluftini í dálkaðu húsunum í Magnus Heinasonar gøtu. Trýsttangin á Landssjúkrahúsinum verður ikki tøkur at viðgera kavarasjúku í tveir dagar, frá mánadegnum 23. mai klokkan 8 til mikudagin 25. mai á middegi. Johnny í Grótinum, stjóri á Landssjúkrahúsinum, mælir kavarum til at leggja arbeiðið soleiðis til rættis, at teir vita, at trýsttangin ikki verður tøkur í tveir dagar Føroya Bjór hevur biðið Taks um at leggja hægri avgjald á íslendska rusdrekka Aldinbjór, ið Rúsan selur nógv bíligari enn eitt nú føroyskt framleitt cider. TAKS hevur fingið ein fyrispurning frá Føroya Bjór um, hvussu ein íslendsk vøra, sum verður seld í Rúsdrekkasølu Landsins, skal tollast. Talan er um vøruna Aldinbjór ein cider, sum verður bryggjað í Íslandi, innflutt til Føroya og selt sum øl í Rúsdrekkasølu Landsins. Aldinbjór er blandingsvøra millum øl og frukt, og tað hevur fingið Føroya Bjór at venda sær til TAKS fyri at vita, hvussu vøran skal bólkast og tollast. Samveran og tað at eta saman fyllir ikki nóg mikið í dagsins samfelag. Tí skipar Fólkaheilsuráðið í dag fyri einum átaki, sum legur dent á mat og matgerð. Elektron hevur ment eina føroyska kt skipan, sum gevur virkjum og privatpersónum yvirlit yvir sínar rokningar. Fyribilsstjórin sigur, at Elektron hevur avgjørt at brúka orkuna á føroyska marknaðinum heldur enn tí danska. Maria Winther Olsen og Sámal Jákup Jakobsen, sum arbeiða við filmi, práta um sína filmsleið. Tey fóru at gera film í fólkaskúlanum og á miðnámi, men hava tikið stigið víðari og arbeiða nú bæði í filmsvinnuni. Umstøðurnar eru ikki líka góðar at gera film, sum tær eru í londunum rundan um okkum, men filmsvinnan er í blóma, halda tey bæði. Jan Berg Jørgensen hevur leingi arbeitt við at gera film. Hann fegnast um, at politikararnir vísa vilja at geva filmsvinnuni í Føroyum betri sømdir, nú játtanarkarmarnir eru víðkaðir, og at pengar eru settir av til eitt føroyskt filmshús. Hóast framgongd, er langur vegur eftir enn. 20 ára gamli Leo Lávík er tvørkyndur og hevur gjørt film um júst hetta eyma evnið á filmsskúlanum, Nóllywood. Evnið er eymt, og orsakað av religión bóru nøkur seg undan at vera við í filmsframleiðsluni. Tað eru avbjóðingar, tá mann ger film í Føroyum, men tað er als ikki ómøguligt. ÍSF hevur fingið sín fyrsta kvinnuliga forseta. Elin Heðinsdóttir Joensen, sum hevur verið forkvinna í Fimleikasambandinum varð í kvøld vald. ÍSF hevur eisini fingið fýra nýggjar starvsnevndarlimir. Jón Hestoy og John Kjær eru valdir í fýra ár. Sigurd Rasmussen og Schandorff Vang eru valdir í tvey ár. Klokkan sjey í morgun fekk løgreglan boð um at ein bilur var farin útav í Streymnesi. Eingin var í bilinum, tá løgreglan kom á staðið. Tá høvdu menninir stolið ein annan bil, sum koyrdi útav í Leirvík. Báðir menninir tummlaðu og sluppu til Fuglafjarðar, har løgreglan fekk fatur á teimum. Illgruni er um, at menninir fyrr um náttina hava brotið inn í goymsluna hjá bryggjarínum Okkara á Hálsi í Havn, har teir stjólu øl og pengakassatólið, sum teir tóku við í tann fyrra stolna bilin, sum fór útav í Streymnesi, sigur vakthavandi. Klokkan ellivu minuttir yvir hálvgum níggju í morgun komu grindaboð, men grindin slapp. Fólk sóu hana í Heystfirði, men mistu hana burtur aftur. Fleiri vilja røkja lærarastørvini sum Mentamálaráðið lýsti leys fyrr í ár. Talan var um skúlastjórastarvið í Tvøroyar skúla og Vestmanna skúla, umframt einalærarastarvið í Haraldssunds skúla og Fámjins skúla og útoyggjalærarastarvið í Svínoyar skúla. Skúlastjórastarvið í Vestmanna skúla og skúlastjórastarvið í Tvøroyar skúla eru ávikavist 4 og 3 umsóknir til somuleiðis eru 3 umsóknir til einalærarastarvið í Fámjins skúla, sæst á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum. Ein nýggj frágreiðing slær fast, at í 2050 fara 10 milliónir fólk at doyggja av mótstøðuførum bakterium. Tí verður mælt til, at fleiri milliardir dollarar verða játtaðar til læknavísindina, um læknavísindin ikki skal enda í miðøldini, skrivar BBC. Neyðugt er at endurskoða háttin sum antibiotika verður nýtt uppá, og fólk mugu lærast at handfara heilivágin, leggja granskarar dent á. Gera vit ikki tað sum er neyðugt fyri at broyta gongdina, so koma vit ikki úr stað, sigur Jim O Neill, lordur, sum hevur staðið á odda fyri kanningini. Heldur gongdin fram, so fara 350.000 fólk í Europa at doyggja av somu orsøk í 2050. Ringast verður støðan í Asia og Afrika, har ávikavist góðar 4 milliónir og slakar 5 milliónir fólk fara at doyggja av mótstøðuførum bakterium í 2050, stendur í frágreiðingini. Spurningarnir í dag snúgva seg um ein mann, ið elskar tvær kvinnur, nú hann skal giftast, um tað er loyvt at happa roykjarar, og hvat mann ger sum mamma, tá tannáringadótturin fær sær ein mann, sum er javngamal við mammuna. Føroyska kvinnulandsliðið í flogbólti fór fyri løtu síðani kl.12.15 undir seinastu venjingina uppundir EM kappingina, sum byrjar mánadagin. Hini liðini sum vera við í kappingini eru Kypros, Liktinstein og Írland, sum koma til Føroya í morgin, og sum eisini skulu búgva á Hotel Føroyum. EM kappingin byrjar mánadagin, og kl. 20 mánakvøldið skulu kvinnurnar møta Írlandi í fyrsta dystinum, sum verður í Høllini á Hálsi. Heimsbúskapurin er frammanundan hóttur av stríði og yvirgangi og flóttafólk streyma til Europa. Øll hesi viðurskiftini gera støðuna ótrygga, og støðan verður ikki betri, um Bretland fer úr ES, siga fíggjarmálaráðharrarnir. Meiningakanningar í Bretlandi hava víst, at tað mestsum stendur á jøvnum í spurninginum um bretska limaskapin, men seinastu tíðina eru ábendingar um, at tey sum vilja verða verandi í ES, eru fleiri í tali. Fara vit úr ES, so fer tað at taka tvey ár at samráðast við hini 27 londini um treytirnar. Samstundis má Bretland samráðast við minst 50 onnur lond um aðrar treytir, millum annað um handil. Tað fer at hava við sær, at bretska vinnan fer at liva í óvissu í langa tíð. Vinnan fer ikki at seta fólk í starv, og vandi er fyri, at óløgurnar fara at minka. Tað fer so aftur at hava við sær, at arbeiðsloysið fer at hækka, inntøkurnar at minka, so viðurskiftini hjá bretum gerast verri. Eg havi varhugan av, at bretar eru við at skiljaálvaran í støðuni, sigur George Osborne, fíggjarmálaráðharri. Búskaparráðharrin í ES, Pierre Moscovici, er eisini við á fundinum í Japan. Hann sigur, at eingin ætlan er um, hvat skal henda, um bretar velja at fara úr ES. Altjóða Valutagrunnurin, IMF, mælir nú til, at Grikkaland ikki fer undir at rinda ovurstóru skuldina fyrr enn í 2040, og at landið ikki skal vera liðugt at rinda skuldina til Europa fyrr enn í 2080. Altjóða Valutagrunnurin sigur seg framvegis rokna við, at Grikkaland fer at fáa fimm milliardir evrur burturúr at selja almennar ognir. Samstundis verður roknað við, at griksku bankarnir hava tørv á fleiri pengum, fyri at hóra undan. Samstundis ger IMF greitt, at rentan á griksku skuldini ikki má vera hægri enn 1,5 prosent, um landið skal megna at halda sínar skyldur. Næstringar hjá teimum sum lótu lív, tá eitt flogfar varð skotið niður yvir eystara partinum av Ukraina í 2014, fara nú at stevna russiska forsetanum, Vladimir Putin, eftir endurgjaldi. Tey fara at reisa endurgjaldskravið við Europeiska mannarættindadómstólin. Europeiski mannarættindadómstólurin hevur fingið kravið frá 33 australskum, ný sælendskum og malaysiskum familjum, og tað er eitt australskt løgfrøðingafelag sum hevur sent kravið. Løgfrøðingurin, Jerry Skinner, sigur við blaðið, at familjurnar vilja hava, at onkur verður drigin til svars fyri hendingina. Og av tí sama er endurgjaldskravið so stórt, sigur hann. Í februar søgdu onnur kanningarfólk, at tey um ikki so langa tíð kunnu boða frá, hvaðani rakettin varð skotin, sum rakti flogfarið. Familjurnar hjá øðrum av teimum deyðu, hava boðað frá, at tey ætla at stevna flogfelagnum, Malaysia Airlines eftir endurgjaldi fyri mista inntøku. Flogfarið, MH17, varð skotið niður yvir eystara partinum av Ukraina 17. juli í 2014. Øll tey 298 fólkini sum vóru umborð, lótu lív. Greinarar sum fylgja við laksamarknaðunum siga nú, at høgi prísurin á aldum laksi kann vara til 2020, tí smá útlit eru fyri, at útboðið av laksi fer at hækka í bræði. Hvørkí Noreg ella í Chile verður talan um hækkandi útboð, tvørturímóti verður útflutningurin av laksi úr Chile væl lægri í ár, tí algur gera av við nógvan laks, vísa eygleiðararnir á. Nógvar royndir verða gjørdar fyri at ala meir laks, men tær royndirnar taka tíð, tí bæði nýggj tøkni og nýggj aliøkir skulu finnast. Tí verður eftirspurningurin hægri enn útboðið í langa tíð, og óhugsandi er ikki at høgi prísurin fer at halda sær til 2020, siga eygleiðararnir. Nógv ítróttarfólk sleppa ikki til olympisku leikirnar í summar, tí gamlar dopingroyndir, sum nú verða kannaðar av nýggjum, kunnu vísa, at ítróttarfólkini hava tikið ólóglig evni. Og tað er heldur ikki óhugsandi, at russisk ítróttarfólk als ikki sleppa við til olympisku leikirnar, nú blóðroyndir frá vetrar ol í Sotji í Ruslandi í 2014, verða kannaðar av nýggjum. Hann leggur dent á, at um royndirnar sum nú verða gjørdar, eru sannar, so er talan um ógvusliga og skipaða doping, og samstundis talan um álvarslig brotsverk. Thomas Bach sigur, at um tað sum higartil er komið fram um doping í Ruslandi, er satt, so verður tað nýggja kanningin sum Altjóða Dopingstovnurin, WADA, nú ger, sum fer at gera av, um russisk ítróttarfólk sleppa til olympisku leikirnar í Brasil í summar. Er talan um so skipaða doping, sum róð verður framundir, so mugu bæði Sambandið fyri frælsan ítrótt og altjóða olympiska nevndini í felag gera av, hvør revsingin skal vera. herfyri kom undan kavi, at 31 ítróttarfólk, sum vóru á olympisku leikunum í beijing fyri 8 árum síðani, vóru dopað, tey eru úr 12 londum, men tað er ikki almannakunngjørt, hvaðani tey eru. Dopingroyndirnar eru tiknar, og goymdar hjá altjóða olympisku nevndini. Nú er ein nýggjur háttur funnin, so betri kanningar kunnu gerast, og tað verður gjørt nú. Umframt at kanna royndirnar frá leikunum í beijing fyri átta árum síðani, er olympiska nevndin í ferð við at kanna 250 royndir frá olympisku leikunum í London fyri fýra árum síðani, og tær kanningarnar verða skjótt lidnar. 17. juni verður fundur í Altjóða sambandinum fyri frælsan ítrótt, og tá verður støða tikin til, um russisku ítróttarfólkini skulu sleppa við til OL. Russiski ráðharrin í ítróttarmálum sigur seg taka undir við kanningunum sum Olympiska nevndin ger, men hann vísir aftur, at skipað doping hevur verið í Ruslandi. Framvegis er ógreitt, hvør eigur ábyrgdina, at ein oljutangi brast í miðbýnum í Havn tann 29. mars og gjørdi stóran skaða í Magnus Heinasonargøtu. Tað eru 16,1 prosent, sum eru nakað fleiri enn í einari kanning í Danmark. Har svaraðu 14,6 prosent alla tíðina ella stóran part av tíðini. . Góð 30 prosent av teimum spurdu føroysku sjúkrarøktarfrøðingunum svaraðu, at tey kendu seg strongd ein part av tíðini , góð 32 prosent svaraðu, at tey kendu strongd ein lítlan part av tíðini. Sambært kanningini, sum felagið Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar gjørdi, er samanband millum sálarliga arbeiðsumhvørvið og strongd. Serliga fimm viðurskifti í sálarliga arbeiðsumhvørvinum elva til strongd. Tey eru arbeiðsmongd, vitan um framtíðina, meining í arbeiðinum, mótstríðandi krøv og hóttanir og harðskapur. Stórt hall hevur annars merkt ALS seinastu árini. Ringast var 2011, tá ALS hevði 178 milliónir krónur í undirskoti, sum eisini var ringasta ár í søguni hjá ALS. Tey fýra árini, frá 2010 til og við 2013, hevði ALS heilar 396 milliónir krónur í undirskoti, og eginognin minkaði tí samsvarandi. Í 2014 kom javnvág í, tá ALS hevði smáar seks milliónir krónur í yvirskoti. Og 2015 gjørdist eitt rímiliga gott ár fyri Arbeiðsloysisskipanina við 49 milliónum í yvirskoti. Kortini er leiðslan ikki nøgd við úrslitið. Úrslitið skuldi helst verið einar 5 10 milliónir krónur betri, tá arbeiðsloysið er so lítið, sum tað hevur verið í 2015, staðfestir leiðslan í ársfrágreiðingini. Arbeiðsloysið í Føroyum er søguliga lítið. Um árslok í fjør var arbeiðsloysið í Føroyum nógv tað minsta í øllum Evropa. Arbeiðsloysið var tá komið niður í 2,4 prosent. Til samanberingar var arbeiðsloysið í Íslandi fýra prosent, í Noregi 4,4 prosent, í Danmark oman fyri seks prosent og í Svøríki oman fyri sjey prosent. Ringast stendur til í londum sum Spania og Grikkalandi, sum bæði hava arbeiðsloysi millum 22 og 25 prosent. Útgjøldini úr ALS vóru í fjør góðar 133 milliónir krónur. Tað eru 33 milliónir minni enn árið fyri. Samlaðu inngjøldini í kassan hjá ALS vóru í fjør 202 milliónir krónur. Starvsfólkaútreiðslurnar vóru góðar 16 milliónir og aðrar útreiðslur góðar sjey milliónir. Og so hevði ALS góðar fimm milliónir í fíggjarinntøkum. Við einum yvirskoti, 49 milliónir krónur, vaks eginognin hjá Arbeiðsloysisskipanini úr 312 milliónum upp í 361 milliónir krónur. Tá mest var í kassanum hjá ALS, í 2009, var eginognin 714 milliónir krónur. Á ársfundinum hjá Arbeiðsloysisskipanini fríggjadagin upplýsti Magni á Deild, stjóri, at við verandi gongd verður yvirskotið hjá ALS væntandi millum 75 og 80 milliónir krónur í ár. Russiski matvørumyndugleikin, Rosselkoznadzor, hevur nú boðað frá, at hann sendir fólk til Føroya í heyst, tá føroyingar fiska sild og makrel. Síðani 2008, tá russiski matvørumyndugleikin fyrstu ferð var í Føroyum, er føroyski útflutningurin til Russlands vaksin nógv. Hann fór upp um milliardina í 2014. Russar hava biðið um eina rúgvu av upplýsingum um fiskivinnu og alivinnu í Føroyum, um lóggávu og eftirlit og biðið er eisini um tekningar og aðrar upplýsingar um tey 33 føroysku virkini, sum sleppa at útflyta til Russlands. Sambært Rasmusi Niclasen hjá Atlantic Airways er talan um eitt tekniskt ivamál, sum felagið hevur biðið Airbus verksmiðjuna hyggja nærri at og taka støðu til. Seint seinnapartin í dag fær felagið svar frá Airbus, og tá verður eisini greitt, um flogfarið kann fara aftur í flúgving alt fyri eitt ella kanska eisini verður standandi í morgin. HB NSÍ 3 4 0 1 Pól Jóhannus Justinussen 11.min 0 2 Klæmint Olsen br. 41.min 1 2 Poul Ingason 51.min 1 3 Petur Knudsen 60.min 2 3 Poul Ingason 63.min 2 4 Pól Jóhannus Justinussen 75.min 3 4 Øssur Dalbúð br. 90.min Skála Víkingur 1 3 1 0 Álvur Christiansen br. 12.min 1 1 Andreas Lava Olsen 39.min 1 2 Hans Pauli Samuelsen 59.min 1 3 Hans Pauli Samuelsen 79.min Tá fer Heðin Mortensen, borgarstjóri, at seta hakan í grundstykkið í Marknagili í Vesturbýnum. Síðani kann fyrsti parturin av arbeiðinum byrja. Lægsta tilboðið upp á arbeiðið at grava av átti P F Articon, tað er slakar 1,3 milliónir krónur Býráðið samtykti einmælt hóskvøldið at taka av tilboðnum. Maðurin, sum er vanur at ganga í haganum, men sum er komin væl upp í árini, mátti ringja eftir hjálp, tí beinini fóru og orkaðu ikki meir. Stýrið heldur tað vera óheppið, at fólk kunnu ganga átta vikur við ongum arbeiði og fáa pengar úr Fiskavirkisskipanini uttan at vera tøk á arbeiðsmarknaðinum. Eftir galdandi reglum kunnu arbeiðsfólk fáa pengar úr Fiskavirkisskipanini svarandi til 32 tíma arbeiðsviku í átta samanhangandi vikur við ongum arbeiði. Er eingin arbeiðstími á virkinum í átta vikur, fara arbeiðsfólkini úr Fiskavirkisskipanini inn í ALS og verða tá definerað sum arbeiðsleys við teimum rættindum og skyldum, ið hartil hoyra. Hesaferð hoyra vit Cirkus Polka við Bent Wigg og Preben Andersen og Stinu Pól við Hermann Jacobsen. Lagt til rættis Hanna og Terji Jakobsen. Í morgunsendingini fortaldi ein av luttakarunum í ár, Brestir Mikkelsen, hvussu hann hevur vant og annars fyrireikað seg til kappingina. Haraftrat greiddi ein av fyriskiparunum, Jákup Suni Berg, frá kappingini, og fortaldi eisini, hvat skal til fyri at standa seg væl í eini slíkari kapping. Hóast nakrir útlendingar eru við í ár, so eru teir saman við føroysku tónleikabólkunum. Eitt undantak er tó, og tað er danski brassbólkurin Danish Chamber Brass, sum spælir beasstónleik, sum var á skránni, tá Summartónar byrjaðu fyrst í nítarunum. Seinkingar og avlýsingar darva framvegis flúgvingina hjá Atlantic Airways, nú tvey av teimum trimum flogførunum hjá felagnum standa still og ikki kunnu flúgva. Atlantic Airways hevur tí gjørt avtalu við bretska flogfelagið Titan Airways um at hjálpa til við flúgvingini, sigur Rasmus Niclasen, ferðslusamskipari, við útvarpið . Tað er frá hósdegnum, at vit fáa trupulleikar. Vit eru í samráðingum við Titan Airways, sum eisini skal hjálpa okkum um vikuskiftið, sigur Rasmus Niclasen. Atlantic Airways vónar, at bæði flogførini hjá felagnum, sum eru tikin úr flúgving í løtuni, eru aftur fyrst í næstu viku, og at flogferðslan tá kann halda fram sum vanligt. Eg havi altíð ynskt at roynt hasa breytina, og tí meldaði eg meg til. Eg fekk so at vita, at í ár verður kappast í liðum, og tí var eg skjótur at fáa fatur á Biritu Poulsen og Øssuri Debes Eiriksfoss, sum alt fyri eitt vóru klár til at manna føroyska liðið. Soleiðis sigur Janus Jakobsen, sum saman við Biritu Poulsen og Øssuri Debes Eiriksfoss skal royna seg á tí, sum fleiri vilja vera við, er heimsins torførasta forðabreyt. Fríggjadagin fekk eg boð frá Kanal 5 um, at vit eru við, men annars vita vit ikki tað stóra um kappingina og upptøkurnar sum heild. Beint nú royna vit at venja og halda okkum í gongd soleiðis, at vit vera klár til kappingina, sigur Janus Jakobsen. Ódnartak hevur verið væl móttikið, bæði av róðrarfólki og kappróðraráhugaðum. Um vikuskiftið var triðja og seinasta kappingin, áðrenn FM róðrarnir byrja 4. juni. Fróði Magnussen, ið er ein av fyriskiparunum, metir um hví kappingin er so væl umtókt og um nakað av fyrimununum í Ódnartøkum kann nýtast í vanligu FM kappingini. Sjey bólkar, sum tónlistarliga vóru ógvuliga ymiskir, fóru á pall í Reinsarínum leygarkvøldið. Ein tungmálmsbólkur, tríggir bólkar við kvinnuligum forsangara, ein instrumentalur bólkur, ein einsamallur harri við gittara og eitt stórt orkestur við tvørfloytum, kontrabassi og tí, sum har til hoyrir. Eitt fjølbroytt úrval, har tað framførslurnar høvdu eitt javnt høgt støði. Í sendingini hoyra vit tónleik fyri blásaraljóðføri. Vit hoyra trombonina, tuba, saksofon og tvørfloytu. Tónleikurin í sendingini er allur frá 20. øld. Lagt til rættis Ólavur Olsen. Tað er Psykiatriski depilin á Landssjúkrahúsinum, sum varðar av tænastuni, hvørs endamál er at veita fólki í Suðuroynni atgongd og møguleika til røkt og viðgerð í psykiatriskum viðurskiftum í egnum nærumhvørvi. Tað hevur stóran týdning, at føroyingar, óansæð hvar í landinum teir búgva, hava møguleika at fáa sálarliga hjálp í nærumhvørvinum, sigur Birgit Andersen, leiðari á økispsykiatriini. Í sambandi við at farið er undir økispsykiatriska tænastu í Suðuroy verður bjóðað til almenna móttøku á Heilsumiðstøðini í Vági í dag millum klokkan 13 00 og 16 00. Um føroyingar skulu spyrjast ella kunnast, hvørja ferð Danmark sendir hermenn í kríggj, so skulu føroyingar eisini gera herskyldu. Tað heldur Søren Espersen, framsøgumaður hjá Dansk Folkeparti. Magni Arge, annar av føroysku fólkatingsmonnunum, avvísir hugskotið hjá Søren Espersen um, at føroyingar eisini eiga at hava herskyldu. Føroyingar hava ikki herskyldu. Føroyingar, sum búgva í Danmark kunnu sleppa undan tvungnari hernaðarskyldu, um teir til dømis eru í lestrarørindum ella lúka ávísar treytir. Landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum, Henrik Old, kennir einki til nakra áheitan um at stytta skeiðið, ið fólk eru í fiskavirkisskipanini úr átta vikum niður í fýra. Stýrisformaðurin í ALS, Eyðfinnur Jacobsen, segði annars í útvarpinum í gjár, at ein áheitan hevur ligið á borðinum hjá landsstýrismanninum í eitt ár. Í dag vitjar Tórður Mikkelsen í Norðdepli, har 53 húski eru og til samans 160 fólk búleikast. Og tey, vit hitta í sendingini, eru glað fyri at búgva her. Tey 50 fólkini á Høvdavirkinum í Leirvík, sum herfyri vórðu send til hús orsakað av fíggjarligu støðuni á virkinum, eru øll longu komin í arbeiði aftur. Hoyr samrøðuna við Magna á Deild Olsen, stjóra í Arbeiðsloysisskipanini. Mentanargøtan í Havnini, Tórsgøta, verður stongd fyri allari ferðslu týsdagin og mikudagin frá klokkan 13 19. Orsøkin er, at bæði vegur og gongubreyt skulu málast. Tað verður gjørt fyri at bjóða borgarunum til eitt orðaskifti um býarrúmið og teir møguleikar, Tórsgøta kann bjóða nú og í framtíðini, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni. Nú er EM HM undankappingin í flogbólti byrjað, og allir dystirnir kunnu síggjast her á kvf.fo, umframt at sjónvarpið sendir allar dystirnar hjá føroyska liðnum beinleiðis. Føroya Náttúru og umhvørvisverndarfelag stúrir fyri avleiðingunum, um vatnið í áunum skal leiðast burtur og latast stóru smoltstøðini hjá Bakkafrosti á Malanum. FNU hevur biðið Klaksvíkar kommunu um innlit í øll skjøl fyri at fáa at vita, hvørjar avleiðingar smoltstøðin fær á umhvørvið í Haraldssundi og har um leiðir. Norðurlendski sjónleikafestivalurin verður settur í annaðkvøld, men í longu í kvøld verður leikurin Veitslan sýndur í Norðurlandahúsinum. Í sambandi við móttøkuna leygadagin fingu øll trý húsini nøvn. Elstu húsini, sum eru frá 1967, eita Heimaralon. Húsini frá 1978 eita Ovaralon, og nýggjastu húsini eita Niðaralon. Teir hava hugt at mær í eina tíð, og vit hava samkift umvegis telefonina. Eg ivaðist ikki í at taka av, tá teir bjóðaðu mær sáttmála, sigur Áki Egilsnes við kvf.fo TMS Ringsted var nær við at flyta upp í bestu deildina í júst farna kappingarárið, og felagið hevur greitt Áka Egilsnes frá, at uppflyting er málið fyri komandi kappingarár. Tað hevur nógv at siga fyri meg, at felagið hevur sett sær høg mál, og tað gjørdi tað nógv lættari at taka avgerðina, sigur Áki Egilsnes við kvf.fo. Um ein mánað, tann 24. juni, gevur BankNordik út lánsbrøv fyri 225 milliónir krónur Tey, sum keypa lánsbrøvini, fáa 5,08 prosent í rentu í tíggju ár, boðaði bankin frá í gjár. Tó hevur bankin møguleika fyri at gjalda lánið aftur longu um fimm ár. Samstundis hevur BankNordik avgjørt at rinda aftur hybridan kjarnukapital, 180 milliónir krónur , og ábyrgdarpening, 270 milliónir. Í staðin fyri verða lánsbrøv seld fyri 225 milliónir fyri at fáa bankanum nýggjan ábyrgdarpening. Sambært BankNordik fer hetta at spara bankanum 20 milliónir krónur netto um árið. BankNordik hevur longu kannað, um áhugi er fyri lánsbrøvunum. Bankin hevur havt samband við bæði føroyskar og útlendskar íleggjarar. Bankin gleðist serliga um tann áhuga, sum føroyskir íleggjarar hava víst við at tekna ein týðandi part av lánsbrøvunum. Rentan á nýggju lánsbrøvunum endurspeglar verandi marknaðartreytir. Tillagingin í kapitalbygnaðinum er í samsvari við komandi lógarkrøv og kapitalmál bankans. Harumframt fara broytingarnar at hava eina positiva nettoávirkan á rentuútreiðslurnar, sum væntandi fara at minka 20 milliónir krónur um árið, sigur Árni Ellefsen. Tónleikatænastan, Spotify, veksur alsamt, men vinnur framvegis ongan pening. Tað er niðurstøðan, nú ársroknskapurin hjá holdingfelagnum Spotify Technologies er kunngjørdur. Hallið var 1,28 milliardir krónur í fjør, hóast inntøkurnar vóru fleiri enn 14,5 milliardir krónur. Ein vøkstur, ið er 80 í mun til árið fyri, tá vøksturin var 45 prosent. Tænastan, sum loyvir fólki at stroyma óavmarkað mongd av tónleiki á netinum fyri eitt ávíst mánaðarligt gjald, varð stovnað í 2008 og er tann størsta av sínum slagi í heiminum. Vit vænta, at vit fáa stórt yvirskot, so hvørt sum vit vaksa, sigur Spotify í eini fráboðan, sambært tíðindastovuni AFP. Felagið heldur fram at gera íløgur, sambært fráboðanini Spotify hevur gjørt stórar íløgur í at nýtslurættindi til tónleikin. Eitt nú hevur felagið gjørt avtalu við KODA, ið umsitur meginpartin av tónleikinum hjá donskum, grønlendskum og føroyskum tónasmiðjum, um at selja brúksrættindi til tónleikin fyri eitt ávíst gjald. Ikki øll eru so fegin um Spotify. Nøkur plátufeløg og tónleikarar nokta at loyva Spotify at fáa hendur á tónleikinum, tí tað ávirkar fløgusøluna og tey fáa ov lítið fyri tað. Eitt nú Taylor Swift, Adele og Radiohead, og bæði kt risin Apple og rapparin Jay Z er komin við sínum stroymingartænastum, sum kappast við Spotify. Semingsstovnurin varð boðsendur hvítusunnuaftan, 14. mai, tí Flogskiparafelag Føroya og Føroya Arbeiðsgevarafelag ikki kundu semjast um nýggjan sáttmála fyri tann, sum fór úr gildi tann 31. mars. Sáttmálasamráðingarnar byrjaðu 30. mars og hildu á til 14. mai, tá partarnir, um ikki annað, kundu semjast um at senda boð eftir Semingsstovninum. Semingsmenninir, Terje Sigurðsson og Símun Absalonsen, hava síðani tosað við partarnar fleiri ferðir fyri at fáa tilfar til grundarlagið undir semingsroyndini, sum ætlanin er at byrja í dag. Føroya Arbeiðsgevarafelag sigur, at í sáttmálanum partanna millum stendur, at arbeiðssteðgur skal fráboðast minst 14 dagar frammanundan. Í øðrum lagi eiga tillagingar at gerast, so tað ikki loysir seg betur at vera í fiskavirkisskipanini enn at hava ein fastlønarsáttmála, sigur Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum. Eitt samt ALS stýrið vil hava broytingar í fiskavirkisskipanini, men Henrik Old, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum, segði við útvarpið mánadagin , at hann má taka atlit til bæði arbeiðstakarar og arbeiðsgevarar áðrenn hann broytir skipanina. Men sambært Maritu Rasmussen vilja arbeiðsgevarar gjarna av við fiskavirkisskipanina. Íslendski sjónleikarabólkurin 16 elskendur spæla leikin Ikea Travel, í Inova. Morgunsendingin vitjaði í Inova í morgun, har ein av samskiparunum, Vár Berghamar Jacobsen, eisini var tilstaðar. Eftir at hava samráðst í tvær vikur, komu Áki Egilsnes og danska hondbóltsfelagið ásamt um treytirnar og sáttmálin varð undirskrivaður. Talan er um ein tveyára sáttmála við eitt felag við stórum ætlanum. TMS Ringsted ætlar sær upp í bestu deildina og Áki Egilsnes skal hjálpa teimum við hesum. 19 ára gamli vestmenningurin greiddi í morgunsendingini frá, at hann hevur satsað miðvíst uppá at sleppa av landinum. Og tveyára sáttmálin er ein staðfesting av, at TMS Ringsted sær eina framtíð í Áka Egilsnes. Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um, at ein persónur ikki fekk endaligt svar uppá eina umsókn um tjaldingarøki á G Festivalinum í 2013. Avgerðin hjá kommununi um at nokta klagaranum loyvi til tjaldingarøki varð klagað til Innlendismálaráðið, sum í juni 2013 bað kommununa um at viðgera málið av nýggjum. Umboðsmaðurin metir, at handfaringin hjá Eysturkommunu av hesum máli vera brot á góðan fyrisitingarsið og gevur kommununi eina átalu fyri málsviðgerðina. Eisini gevur umboðsmaðurin Kommunudeildini eina átalu fyri at hava lokað málið uttan at tryggja sær, at málið er avgreitt. Avgerðin sæst á heimasíðuni hjá Løgtingsins umboðsmanni. Vit vilja hava fólk, sum sjálv hava sálarsjúku at dragast við, eru maki, avvarðandi ella onkursvegna hava upplivað sálarsjúku, til at skriva sína persónligu søgu til okkara. Ætlanin er síðan, at onkrar av søgunum verða lagdar út á alnetið til almenningin, sigur Laura Apol, næstforkvinna í felagnum. Sambært forkvinnuni, Súsonnu Olsen, er endamálið við teimum persónligu søgunum at bróta tað tabuið, sum ofta er í sambandi við sálarsjúkur. Tey flestu fólkini vita rættiliga nógv um sálarsjúkur, men samstundis eru nógvar søgur um sálarsjúk, sum als ikki eru í samsvari við veruleikan. Og tað ber millum annað í sær, at almenningurin er næstan bangin fyri teimum, sum eru sálarsjúk, tí tey vita ikki, hvussu fólk við sálarligum órógvi eru í veruleikanum, sigur Súsanna Olsen. Í morgunsendingini fortaldu tær báðar um átakið, og hvussu tú skalt bera teg at, um so er, tú kundi hugsað tær at sent tína søgu inn til Sinnisbata. Tað er niðurstøðan hjá rættarlæknum, ið hava gjørt kanningar av ferðafólkum, sum vóru við flogfarinum, ið hvarv hósnáttina, skrivar AP. Flogfarið, eitt Airbus A320, hvarv á ferðini úr París til Kairo hósnáttina uttan at flogmanningin kláraði at senda út neyðarkall. 66 fólk vóru umborð. Flogfarið vendi brádliga í egyptiskum loftrúmi áðrenn tað fall 6700 metrar og hvarv av radaranum, hevur verjumálaráðharrin í Grikkalandi áður sagt. 10 ár eru liðin, síðan Orka bygdi síni egnu ljóðføri í einum fjósi Innan Glyvur. Bólkurin hevur flutt seg nógv síðani. Í dag er ljóðið elektroniskt, tó framvegis rættiliga egið og við rót aftur til fjósið, har alt byrjaði. Jens L. Thomsen, maðurin, ið gjørdi tónleikaverkætlanina Orka, greiddi í morgun frá nýggja staklagnum og plátuni, sum fæst til keyps tann 10. juni. Meinhard Jensen greiddi frá ymsu tíðarskeiðunum, sum hava eyðkent lívið og yrkisleiðina hjá Bob Dylan. Somuleiðis greiddi hann frá, hví Bob Dylan er ein so góður sangari og ikki minst yrkjari. Bob Dylan verður fagnaður bæði á bókasavninum við Løkin í Runavík í kvøld klokkan 19 30 og á Reinsarínum í Havn klokkan 20 00. Hetta við fyrilestri og livandi tónleiki. Súni Schwartz Jacobsen, stjóri í Eik, vildi ikki gera eina samrøðu til sjónvarpsssendingina Skattamálið. Hann hevur tó sent Kringvarpinum ein teldupost, har hann svarar uppá fleiri av ivamálunum, sum verða viðgjørd í sendingini. Eftir at Súni Schwartz Jacobsen hevði svarað Kringvarpinum uppá skrivligu spurningarnar bað Kringvarpið um útgreinað svar uppá tríggjar spurningar. Teir spurningarnar vildi hann tó ikki svara uppá. Starvið sum aðalstjóri í Uttanríkis og Vinnumálaráðnum skuldi eftir ætlan verða sett fyrsta mai, men nú vit nærkast fyrsta juni, er framvegis ongin aðalstjóri settur. Skjótt tríggjar mánaðir hevur tað tikið at finna nýggjan aðalstjóra til Uttanríkis og Vinnumálaráðið. Starvið varð lýst leyst í februar, og freistin at søkja starvið var 7. mars klokkan 12. Í starvslýsinigni stóð, at starvið verður sett frá 1. mai 2016 ella eftir nærri avtalu. Men nú vit nærkast fyrsta juni, er ongin aðalstjóri settur. Sum Kringvarpið skilur, so er ein ávís ósemja um setanina. Løgmaður, sum formelt setur aðalstjórar, vil ikki siga nakað í dag, uttan at málið ikki er klárt til støðutakan enn. Løgmaður vil ikki siga, um ósemja er um setanina. Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri, vil ikki gera samrøðu við útvarpið í dag, men sigur, at tilgongdin at seta starvið ikki er liðug. Tá løgmansstjórin, Marjun Hanusardóttir, fær spurningin, um ósemja er um setanina, er svarið, at hon ikki vil fyrihalda seg til spurningin. Marjun Hanusardóttir sigur í dag, at hon onki kann siga um, nær starvið verður sett, hvørki um tað verður innan fyrsta juni ella um tað verður áðrenn summarfrítíðina. Men tveir umsøkjarar hava tikið umsóknina aftur, sigur løgmansstjórin, og tí eru átta umsóknir eftir til starvið, sum aðalstjóri í Uttanríkis og Vinnumálaráðnum. Umframt Marjuna Hanusardóttir, løgmansstjóra, eru fýra onnur fólk í setanarbólkinum. Tvey eru úr Uttanríkis og Vinnumálaráðnum, ein er av løgmansskrivstovuni og eisini er aðalstjórin í Samferðslumálaráðnum í setanarbólkinum. Útvarpið hevur roynt at fingið fatur á Poul Michelsen, landsstýrismanni í uttanríkis og vinnumálum, men tað eydnaðist ikki til tíðindini á døgurða. Í sendingini verður farið afturum, hvussu tað eydnaðist Eik at fáa TAKS at játta sær ein skattafrádrátt fyri góðar 90 milliónir krónur. Løgmaður og landsstýrismenninir mistu sínar gyltu eftirlønir eftir løgtingsvalið í fjør. Og nú standa gyltu eftirlønirnar hjá løgtingslimunum fyri tørni. Fríggjadagin kallaði Páll á Reynatúgvu, tingformaður, floksformenninar á fund um pensjónsviðurskiftini hjá løgtingsfólkum. Orsøkin, til at oljuprísurin aftur lækkar, er, at í Kanada fer oljuvinnan at byrja aftur í økinum har stóri skógareldurin var, eftir at kaldari og vátari veður er á leiðini. Líkt er til, at oljuprísurin hevur lagt seg á eitt nøkulunda trygt støði eina tíð, halda greinarar, tí enn er óvist við olju úr Nigeria og í øðrum pørtum av heiminum er støðan eisini ótrygg. Lærararfelagið hevur fingið viðhald frá Løgtingsins Umboðsmanni um, at tað ikki var rætt at siga skúlaleiðaranum í Hvalvíkar skúla úr starvi, áðrenn úrslitið av fólkaatkvøðuni í Sundalagnum um skúlasamanlegging var greitt. Skúlaleiðarin var sagdur úr starvi til fyrsta august í ár, tí skúlin í Hvalvik Streymnesi skal niðurleggjast, sum sjálvstøðugur skúli, tí Sunda Kommuna ætlar at hava ein skúladepil á Oyrarbakka. Atli Gregersen, stjóri í Luna, sum er staddur uttanlands, sigur i stuttari viðmerking, at fær alifyritøkan neyðugu aliloyvini á Víkum, verður tað gjørt í samsvari við allar lógir og reglur. Vit hoyra um eina huldubygd, sum næmingar í skúlanum á Skúlatrøð hava gjørt. Tey ganga í 5.d og fara at greiða frá huldufólki og søgum. Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, nú fólk í Vágum eru farin at tala at ætlanini um at ala á Víkum. Hon sigur seg skilja sjónarmiðini hjá vágafólki. Sirið Stenberg sigur, at farið er at fyrireika uppskot um eina náttúruverndarlóg, og verður lógin samtykt í heyst, kann ein náttúrufyrisiting fara at virka næsta ár. Landsbókasavnið, Landsskjalasavnið, Fornminnissavnið, Náttúrugripasavnið og Biofar vórðu løgd saman í 2011 og tá varð Andras Mortensen, søgufrøðingur, settur í starvið sum stjóri fyri Søvn Landsins. Eik kom í andglettin í februar mánaði, tá tað kom fram, at stórur ivi var um ein skattafrádrátt, sum bankin hevði kannað sær. Talan er um Føroya størsta skattamál, og tað snýr seg um Føroya ríkasta samtak, TF Holding. Í sendingini verður farið aftur um, hvussu tað eyðnaðist Eik at fáa TAKS at játta sær ein skattafrádrátt fyri góðar 90 milliónir krónur. Sigurin hevur við sær, at Føroyar hava spælt seg víðari úr hesari EM undankappingini, sum er fyri smátjóðir. Nummar eitt og tvey fara víðari, og Føroyar hava í øllum førum tryggjað sær annað plássið. Kappingin er eisini innleiðandi HM undankapping, og skulu Føroyar spæla seg víðari har, er neyðugt at vinna á Kýpros í morgin, tí bara nummar eitt í bólkinum fer víðari úr innleiðandi HM undankappingini. Atlantic Petroleum og London Oil and Gas Limited eru vorðin samd um, at bretska felagið lænir Atlantic Petroleum 78 milliónir krónur. Afturfyri skal London Oil and Gas Limited fáa ein nevndarlim í Atlantic Petroleum. Tey bæði feløgini hava verið í samráðingum seinastu tveir mánaðirnar. Fólkini koma úr flóttafólkalegum í Libanon. Flóttafólkini verða býtt millum tríggjar kommunur, sum kunnu bjóða teimum arbeiði, innivist og almannatænastur. Ætlanin at fáa tey 40 flóttafólkini til Íslands fer at kosta íslendska statskassanum okkurt um tíggju milliónir krónur. Kommunurnar hava sjálvar boðið sær til at taka flóttafólkini. Sambært íslendska kringvarpinum fegnast borgarstjórin í Reykjavík, Dagur B. Eggertsson, um, at kommunan fær flóttafólk, og hann gleðir seg til, at tey koma. Hann sigur, at so skjótt, tey frættu um ætlanina hjá stjórnini at bjóða fleiri flóttafólkum til Íslands, gjørdi Reykjavíkar kommuna vart við, at flóttafólk eru vælkomin hagar. Borgarstjórin vónar, at uppaftur fleiri flóttafólk koma seinni. Higartil í ár eru longu komin 48 flóttafólk til Íslands úr legunum hjá ST í Libanon. Eygló Harðardóttir, almannamálaráðharri, sigur við RÚV, at væl gongst at fáa flóttafólkini inn í íslendska samfelagið, flóttafólkini eru vælkomin til Íslands, og stórvegis trupulleikar eru ikki. Enn er ikki greitt, hvørji tey 40 flóttafólkini, sum koma til Íslands seinni á ár, eru, ella til dømis, hvussu nógv børn eru teirra millum. Íslendski flóttafólkapolitikkurin er soleiðis, at Ísland velur tey fólk, sum landið vil hava og heldur seg hava brúk fyri, tað er fólk við ávísum útbúgvingum og førleikum. Oljuprísurin hækkar aftur í morgun, og nærkast nú aftur 50 dollarum fyri tunnuna. Tað kemur av, at amerikansku oljugoymslurnar eru minni enn væntað. Roknað varð við, at amerikansku oljugoymslurnar vóru á tremur, og at oljuprísurin tí fór at lækka meir. men tá myndugleikarnir kunngjørdu goymslurnar í morgun, vísti tað seg, at tær eru minkaðar góðar fimm milliónir tunnur. Svenskir miðlar skriva, at forsætisráðharrin í Svøríki, Stefan L fven, nýtir høvið til at gera stórar broytingar í stjórnini, nú nýggir ráðharrar skulu veljast. Ráðharrarnir, ið hava lagt frá sær, eru báðir úr Umhvørvisflokkinum. Mehmet Kaplan, sum hevur verið bústaðarráðharri, mátti leggja frá sær, eftir at hann varð avdúkaður fyri at hava verið á fundi við høgravíðgongda turkiska felagskapin, Gráu Úlvarnir. sa Romson, veðurlags og umhvørvisráðharri mátti leggja frá sær, tí hvørki veljararnir ella hennara egni flokkur siga seg hava álit á henni. Hon hevur eisini fingið trupulleikar av ymsum, sum hon hevur sagt, síðan hon tók við sum ráðharri í 2014. Svenski forsætisráðharrin, Stefan L fven, hevur boðað frá, at nú nýggir ráðharrar skulu veljast, fer hann at gera ymsar aðrar broytingar í stjórnini. Skrivstovan hjá forsætisráðharranum vil kortini ikki vátta, at broytingarnar verða framdar í dag. Tað verður, tá forsætisráðharrin er til reiðar at boða frá tí, verður sagt av skrivstovuni hjá Stefan L fven. Havnarborgarum hevur leingi tørvað skipað kommunustýri, eins og býnum hevur tørvað ein kommunalan myndugleika í viðurskiftum við serligum áhuga at taka avgerðir fyri býarborgararnar. Haraftrat er týdningarmikið at menna kommunala frælsið, sum grundlógin birtir uppundir. Grundarlagið undir uppskotinum, sum Peter Holten, amtmaður í Føroyum frá 1861 til 1871 og tingformaður, arbeiddi við at gera um kommunulóg fyri Havnina, var kommunulógin fyri Akuroyri í Íslandi frá 1862. Hetta komst av, at amtmaðurin helt Akuroyri kunna brúkast sum fyrimynd hjá Havnini. Fútin føddur limur Sambært lógini fyri Tórshavnar kommunu skuldi fútin, sum var føddur limur í býarstýrinum, stjórna kommununi saman við fimm fólkavaldum umboðum. Teir fólkavaldu skuldu verða valdir við almennari atkvøðugreiðslu, har eitt valstýri spurdi veljaran, hvønn hann valdi. Fyrsta kommunustýrisvalið var 8. mai í 1866. Teir, sum vórðu valdir, vóru A.C. L tzen, skúlalærari, H.C. Muller, sýslumaður, M.C. Restorff, keypmaður, C.M. Olsen, bókhaldari, og E.D. Bærentsen, kirkjukassameistari. Í stýrinum var eisini Hannes Finsen, fúti. Høvuðsskrivstovan hjá Google í París varð týsmorgunin rannsakað eftir boðum frá skattamyndugleikunum í Fraklandi, skrivar finans.dk Málið snýr seg um inngjald av írestandi skatti. Myndugleikarnir halda fast við, at Google skal gjalda umleið 12 milliardir krónur í írestandi skatti. Google vísir í tíðindaskrivi øllum øllum skuldsetingunum aftur. Fyritøkan sigur seg halda lógina og at samstarva við myndugleikarnar. Fleirtjóða fyritøkur hava seinnu árini verið fyri atfinningum, tí tær hava flutt yvirskot úr londum við høgum skatti til lond, ið hava lágan skatt. Erika Warecki hevur tikið stig til verkætlanina, og nú savna tey pening inn soleiðis, at Northern Gate, sum sangleikurin eitur, verður veruleiki. Arbeiðið er nú komið so mikið langt, at sjónleikarabólkurin, Figment Theatre, ið hevur sett fleiri Broadway sangleikir upp, hevur átikið sær uppgávuna at seta leikin upp, og nú vantar bert fígging, sum Erika Warecki roynir at fáa til vega. Hans Andrias Jacobsen hevur úr at gera við tónleikinum í løtuni. Hann spælir nógv og skal millum annað hita upp fyri Hjarnar, ið hevur tríggjar konsertir um vikuskiftið. Og so arbeiðir hann eisini við eini fløgu, sum kemur út í november. Ein útgáva, har sangirnir ikki eru líka lættir og glaðir sum staklagið, With You Ill Be Alright. Sum heild eru sersambondini ikki ósamd um nýggja lykilin, sum gott nokk byggir á onnur ting enn tann gamli. Nú hevur mann eina grundupphædd, limatal og aktivitet, so mann kann fara at hyggja eftir prosentunum í hesum trimum bólkunum, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, sum fríggjadagin í síðstu viku bleiv vald at vera forseti í Ítróttarsambandinum næstu tvey árini. Í seinastuni hevur nógv rok verið, um hvussu pengarnir verða býttir millum tey ymisku sersambondini, og sambært nývalda forsetanum í ÍSF skal greiða fáast á hetta málið. Ósemjan milum sersambondini snýr seg um, hvør av teimum trimum bólkunum grundupphæddin, limatalið ella aktivitetur skal viga meir. Eg haldi tað er týdningarmikið at lurta eftir sersambondunum, og tí byrja vit longu í næstu viku at tosa við tey, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen. Í morgunsendingini fortaldi nýggi forsetin millum annað um, hvørjar stórar avbjóðingarnar eru fyri framman í Ítróttarsambandinum, og hvussu tað kemur at merkjast, at júst hon er vald sum forseti. Grikkaland hevur stóran tørv á pengunum, tí í juli skal landið rinda tríggjar milliardir evrur av einum láni, sum landið fyrr hevur fingið. Samstundis hevur Grikkaland ilt við at rinda alment settum starvsfólkum løn. Eftir semjuni skal Grikkaland fáa 7,5 milliardir evrur í juni og 2,5 milliardir evrur í september. Grikska tjóðartingið hevur samtykt fleiri uppskot sum gera tað torførari hjá fólki at liva, men hóast tað, so fær landið einki gjørt uttan hjálp frá hinum evrulondunum og frá IMF. IMF hevur ført fram, at við verandi gongd kann skuldin hjá Grikkalandi hækka uppí 260 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni í 2060, og tað kann eingin liva við, hvørki Grikkaland ella Europa, sigur IMF. Tí er neyðugt hjá grikkum at fáa lagaligari afturgjaldstíð og rentan á lánunum má lækka. Hvussu støðan á tí økinum er, er ikki greitt eftir fundin sum endaði í nátt. Tað var helst ikki av tilvild, at Eik gav TAKS skeivar upplýsingar um fíggjarstøðuna hjá Bankanum, í samband við at bankin vildi avskrivað eina hálva milliard krónur. Tað segði Jørn Astrup Hansen, fyrrverandi bankastjóri og nevndarlimur í Eik, í sendingini DR2 Morgen í morgun. Eingin lóg er, sum ásetur, hvør hevur ábyrgdina og hvussu ein oljuleki skal handfarast, tá eitt nú oljutangar bresta og dálka jørðina, tað sigur Suni Petersen deildarleiðari fyri Vernd á Umhvørvisstovuni Bæði húsaeigarar og náttúra kunnu koma illa fyri av oljulekum. Tað er ein umhvørvislóg, ið sigur, at tað ikki er loyvi at dálka, men eigin lóg er á økinum um skaðin er gjørdur, sum ásetur, hvussu ein oljuleki skal handfarast og hvør hevur ábyrgdina. Klokkan trý í dag skulu Føroya Arbeiðsgevarafelag og Flogskiparafelag Føroya svara Semingsstovninum, um tey góðtaka semingsuppskotið, sum varð lagt fyri partarnar stutt fyri klokkan trý í nátt. Lønin og hvussu arbeiðið skal skipast eru trætumálini, sum Semingsstovnurin skuldi royna at fáa Flogskiparafelag Føroya og Føroya arbeiðsgevarafelag at semjast um. Semingsroyndin byrjaði klokkan eitt í gjár. Semingsstovnurin varð boðsendur hvítusunnuaftan, 14.mai, tí Flogskiparafelag Føroya og Føroya arbeiðsgevarafelag ikki kundu semjast um nýggjan sáttmála fyri tann, sum fór úr gildi tann 31. mars. Sáttmálasamráðingarnar byrjaðu 30. mars og hildu á til 14. mai, tá partarnir, um ikki annað, kundu semjast um at senda boð eftir Semingsstovninum. Føroya Arbeiðsgevarafelag sigur, at í sáttmálanum partanna millum stendur, at arbeiðssteðgur skal fráboðast minst 14 dagar frammanundan. Oljufelagið Effo vil enda málið um oljulekan í miðbýnum í Havn og biður fólk flyta innaftur í síni sethús. Familjan noktar, tí framvegis veit eingin, um oljan er tikin uppaftur Oljufelagið Effo vil ikki longur rinda fyri innivist til eina familju, sum síðst í mars mánaði mátti flyta frá húsi og heimi í miðbýnum í Havn vegna oljuleka í grannahúsum. Felagið mælir familjuni til at flyta innaftur í síni sethús, og vísir til eina kanning av inniluftini í húsunum. Familjan, sum síðstu tveir mánaðirnar hevur búð á fimm ymiskum bústøðum í býnum, kennir seg als ikki trygga og vil tí ikki flyta innaftur í húsini. Oljuluktur er framvegis í húsinum, og enn er ikki kannað, um olja er likin inn á stykkið hjá teimum. Tí standa vit nú á berum, sigur Annika Gregoriussen Útvarpið royndi týsdagin at fáa samband við Effo fyri at fáa tey at greiða frá, hví tað eftir teirra tykki ikki er neyðugt at gera fleiri kanningar í Magnus Heinasonar gøtu í Havn. Niels Juel Nattestad, stjóri, sum er tann einasti, sum kann úttala seg vegna felagið, er staddur uttanlands og var tí ikki til at fáa fatur á týsdagin. Familjan, sum vit hoyrdu í innslagnum, hevur síðstu mánaðirnar verið í sambandi við Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, Umhvørvisstovuna og Tórshavnar Kommunu. Men eingin myndugleiki sigur seg kunna gera nakað við málið, tí talan er um privata ogn. Sama dag, sum Atlantic Petroleum kunnger avtaluna við London Oil and Gas, sum lænir føroyska felagnum slakar 80 milliónir krónur, kunnger felagið ein ikki sørt vánaligan roknskap fyri fyrsta ársfjórðing í ár. Men nú kemur vend í, lovar stjórin, Ben Arabo. Nógv er broytt síðani 31. mars. Felagið fer millum annað at selja dótturfeløg fyri at fáa eginognina, sum er minus 130 milliónir krónur , aftur á beint. Men fyrsti ársfjórðingurin í ár er einki at reypa av. Føroya Arbeiðsgevarafelag og Flogskiparafelag Føroya hava skrivað undir nýggja tvey ára sáttmála. Seminsuppskot varð lagt fyri partarnar seinnapartin, og báðir partar góðtóku semingsuppskotið. Sáttmálasamráðingarnar millum flogskipararnar og arbeiðsgevararnar byrjaðu 30. mars og hildu á til 14. mai, tá boð vórðu send eftir Semingsstovninum. Búnaðarstovan søkir nú eftir fólki at taka sær av ullarmóttøkuni í summar. Talan er um eitt fólk, sum skal hava dagligu ábyrgdina og at leggja arbeiðið til rættis, umframt hjálparfólk aftrat eftir tørvi. Tann, sum skal standa fyri ullarmóttøkuni, má hava gott skil á ull og dygdini á henni, og hava hegni at avgreiða viðskiftafólkini á góðan hátt. Talan er um tímalønt og tíðaravmarkað starv frá umleið 1. juli til 1. september. Umsóknarfreistin er 8. juni. Løgtingið samtykti í vár 300.000 krónur til ullarmóttøku. Meginparturin skal brúkast til at rinda fyri ullina. Í eykajáttanaruppskotinum, sum Kristina Háfoss hevur borið í Løgtingið, verður biðið um 300.000 krónur til endamálið. Tað mesta skal brúkast til at rinda fyri ullina. Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum biður í hesum døgum fakfólk átaka sær uppgávuna at fara gjøgnum skatta og avgjaldsskipanina við fínkambi. Yvirskipað sigur samgongan, at endamálið er at fáa eina meiri rættvísa og gjøgnumskygda skipan, sum samstundis er kappingarfør við skipanirnar í grannalondunum. Men hvørji lýti eru í skipanini, og hvat vilja arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar skal broytast Í Sørvági eru 15 næmingar í 5. flokki, sum hava gjørt verkætlan um tónleikabólkin Tinganest. Tey hava lært seg sangir, gjørt samrøðu við teir í bólkinum, gjørt plakatir, framløgur og skipað fyri konsert. Umframt at njóta leiklist eru vit eisini á Saltnesi, har forvitnislig listaframsýning við verkum eftir leirvíksmálaran, Jóannis Kristiansen, er. Millum annað er neyðugt at tryggja rýmingarleiðir, so fólk sleppa út, um eldur kemur í, ella onnur støða krevur, at fólk sleppa út sum skjótast. Tað sigur Leigunevndin í ársfrágreiðingini fyri 2015. Leigunevndin mælir til at gera reglur um, hvussu leigubústaðir kunnu verða góðkendir. Í ársfrágreiðingini verður møguleikin nevndur at gera eitt yvirlit við góðkendum leigubústøðum. Í fjør viðgjørdi Leigunevndin 37 mál, 15 klagur, 18 fyrispurningar og fýra onnur mál. Í nógvum málum varð staðfest, at innflytingarfrágreiðingar ikki vóru gjørdar. Forkvinnan í felagnum hjá teimum, sum røkja norsku áirnar, Ragnhild Brennslett, sigur, at stjórnin nú má taka sær um reiggj, tí verandi gongd kann ikki halda fram, sigur hon. Aldi laksurin er ein stór plága fyri villa laksin, og nú er meir av aldum laksi í tveimum av trimum áum ella fossum, sigur Ragnhild Brennslett sambært vest24.no Felagið krevur, at allur aldur laksur skal merkjast, so teir kunnu takast so skjótt, sum teir koma í áirnar, og latast alibrúkinum aftur. Tað ber væl til at merkja laksin, sigur felagið. Oljuprísurin er nú farin uppum 50 dollarar fyri tunnuna, og tað er fyrstu ferð síðani í november í fjør. Tað skrivar Wall Street Journal . Seinastu mánaðirnar er prísurin av olju hækkaður støðugt, síðani hann lækkaði úr 122 dollarum, niður í umleið 30 dollarar fyri tunnuna. Greinarar vísa á, at orsøkin, til at oljuprísurin nú hækkar aftur, fyrst og fremst kemur av, at skógareldurin í Kanada hevur verið til ampa fyri oljuvinnuna har. Støðan í Nigeria er ótrygg, tá talan er um sølu av olju. Samstundis vísti ein amerikansk uppgerð, at amerikansku oljugoymslurnar eru minni enn roknað varð við. Í næstu viku fara tey 13 londini, sum eru limir í oljufelagskapinum, OPEC, at hava fund, og tað kann aftur ávirka oljuprísin, vísa eygleiðarar á. Fríggjadagin í næstu viku fellur dómur í Hægstarætti í sakarmálinum millum landsstýrið og Heilsumálaráðið og Region Hovedstaden um pengarnar fyri viðgerðina, sum ein filipinskur sjómaður fekk á Sct. Hans sjúkrahúsinum í Danmark. Hægstirættur viðgjørdi málið í gjár. Landsstýrið krevur góðar 3,8 milliónir krónur aftur umframt rentu frá 7. apríl í fjør at rokna. 7. apríl í fjør fekk Region Hovedstaden góðar 10 milliónir og 250.000 krónur úr landskassanum sambært dóminum hjá Eystari landsrætti. Filipinski sjómaðurin var við føroyskum skipi. Føroya rættur dømdi mannin í viðgerð í Danmark, hóast tað sambært løgtingslóg er føroyska sjúkrahúsverkið, sum avger, hvør skal í viðgerð uttanlands. Landsstýrið og Heilsumálaráðið halda upp á, at landskassin skal bara rinda fyri viðgerðina eftir at Almanna og heilsumálaráðið, sum tað kallaðist tá, fekk at vita um sjómannin á Sct. Hans og eisini fekk at vita, at Region Hovedstaden ikki ætlaði sær at gjalda fyri viðgerðina. Region Hovedstaden vann bæði í Føroya rætti og í Eystara landsrætti. Men landsstýrið fekk loyvi til at fara í Hægstarætt við málinum, tí tað er prinsipielt. Málið er ikki bara um pengarnar, sum viðgerðin kostaði, men eisini um lógir. Føroyingar vilja hava Hægstarætt at staðfesta, at føroyska lóggávan um sjúkrahúsverkið eigur ikki at víkja fyri donskum lógum. Í ár verður ein serligur gestur við. Brandur í Dali, formaður í Føroya Ríðingafelag, sigur, at umframt navnframa Freddie úr Kirkjubø, hevur bóndin í Kirkjubø latið kálv, sum er systkinabarn Freddie. Sambært grein 139 í skattalógini verður tann persónur, sum við tí í hyggju at sleppa undan at gjalda skatt til tað almenna, greiðir rangt frá, ella á annan hátt gevur villleiðandi upplýsingar, revsaður fyri skattasvik við sekt, varðhaldi ella fongsli upp í tvey ár. Er misbrotið framt av stórum gáloysni, er revsingin sekt ella, tá ið talan er um skerpandi umstøður, varðhald. Eitt føroyskt ferðalag er í Spania. Hetta eru átta fólk við sálarligum órógvi, og aftrat sær hava tey átta starvsfólk hjá Almannaverkinum. Flogfarið sum vit brúka á rutuni Dubai Keypmannahavn er heimsins fólkaríkasta flogfar, við 615 ferðafólkum, 26 flogternum og tveimum pilotum, sigur Petur. Petur er 49 ára gamal og tók flogskiparaprógv, tá hann var 25. Í tvey ár hevur hann flogið A380 fyri flogfelagið Emirates í Dubai. Seinasta árið sum skipari. Tað, sum verður brúkt til at flúgva til Keypmannahavnar, hevur tveir klassar, men hini hava tríggjar. Tað flottasta, um ein so kann siga, hevur 14 fyrstaklassa suitur, 76 á Business Class og 400 ferðafólk á dekkinum. Á teimum longri rutunum er dupult manning. Sovi og hvílisalur er aftast í flogfarinum, og pilotarnir hava egna kabinu, har tað ber til at arbeiða og hvíla seg. Tað krevur stóra konsentratión at koyra á breytini, tí flogfarið er 80 metrar breitt, men so skjótt tað er komið á flog, er tað ein dreymur at flúgva, sigur Petur. 11 metrar eru frá stýrhúsinum niður til breytina, ið skal vera 60 metrar breið, og tá ið 575 tons tunga flogfarið setur seg, koyrir tað vanliga 2,3 kilometrar á breytini, aðrenn tað steðgar. A380 hevur fýra motorar, ið hava eina kraft á 35 tons hvør, so flogfarið hevur nokk av power, og tað er øgiliga gott hjá einum piloti at hava, sigur Petur. Petur Hammer arbeiddi tey fyrstu árini hjá SAS, men fíggjarkreppan í Evropa bar í sær, at hann hugdi aðrar leiðir. Hann søkti um at gerast flogskipari hjá Emirates við vón um at sleppa at flúgva A380. Fyrstu árini fleyg hann Airbus 330 og A340, men fyri tveimum árum síðan byrjaði hann sum flogskipari á A380 og varð skipari í fjør. Avtalur eru undirskrivaðar við Hagapartarnar, ið geva Bakkafrosti ókeypis atgongd til 90 prosent av vatninum í Kunoynni. Borgarar í økinum heita nú á bæði Klaksvíkar kommunu og Bakkafrost um at steðga á. Brandur Klettskarð í Kongsstovu úr Haraldssundi tók stig til bogarafundin. Helgi Dam Ziska, John Arni Nilssen, John Rødg rd, Rógvi Egilstoft Nielsen og Jóan Hendrik Andreasen fara at umboða Føroyar á stóru talvstevnuni. Endaliga borðrøðin er ikki ásett enn, men eingin ivi er um, at Helgi Dam Ziska situr á 1. borði. Hvussu hinir fýra sita, er støða ikki tikin til enn. Helgi, John Arni og John eru altjóða meistarar. Olaf Berg og Høgni Egilstoft Nielsen skuldu ætlandi vera við, men hvørgin fekk farið. Helgi Dam Ziska er undir lestri í Skotlandi, men er um at vera liðugur. Hann er nógv framfarin sum telvari seinnu árini, tó at lesturin hevur lagt meinbogar í vegin fyri royndunum at røkka málinum at gerast stórmeistari. Vit fáa javnan fyrispurningar frá fólki, sum leita eftir ætt, vinum og kenningum, sum ikki eru millum okkara longur, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, sambært torshavn.fo Og leita kanst tú nú. Tórshavnar Kommuna hevur saman við fyritøkuni Munin skrásett og talgildað fleiri enn 8000 gravir í kommuni, sigur kommunan á heimasíðuni. Tú kanst leita eftir gravum við at skriva navnið á fólki, nummarið á grøvini ella klikka á gravirnar í talgilda yvirlitinum á heimasíðuni, har tú síðani fært upplýsingar fram. Gunnar í Liða hevur tikið seg úr nevndini í TF Holding. Gunnar í Liða hevur verið stjóri í Tryggingarfelagnum í nógv ár og síðani nevndarformaður í TF Holding. Valda nevndin kundi ikki semjast um ein formann men atkvøðurnar stóðu á jøvnum. Gunnar í Liða brúkti formannsessin til at taka eina avgerandi atkvøðu og var í fyrstu atløgu sitandi sum formaður Men Skráseting Føroya kolldømdi formansvalið. Nevndin í TF Holding fekk boð um at velja formann við lutakasti. Lutakastið fall á Arna Brattaberg, sum varð afturvaldur eftir aðalfundin tann 21. apríl. Í telduposti til nevndina í TF Holding hevur Gunnar í Liða tikið seg heilt úr nevndini í gjár. Í morgin skal nevndin í TF Holding velja nýggja nevnd í Eik, har Gunnar í Liða eisini situr. Sofía Purkhús vann plássini sum besti áleypari í kappingini, og besti føroyski leikari. Birgit Guttesen vann heiðurin sum besti diagonalur. Hesi blivu vald Besti hevari Ioanna Leonidou, Kýpros Besti diagonalur Birgit Guttesen, Føroyar Besti miðblokkur Antri Jordanou, Kýpros Besti áleypari Sofía Purkhús, Føroyar Besti libero Elena Mosfilioti, Kýpros Besti heimligi leikari Sofía Purkhús, Føroyar Týdningarmesti leikarin Ioanna Leonidopu, Kýpros At ungfólk eisini eru farin at snúsa, staðfestir ein kanning, sum næmingar í framhaldsdeildini í Eysturskúlanum í Havn hava gjørt. Enn ber ikki til at siga, nær TAKS verður liðugt at viðgera skattamálið hjá Eik. TAKS hevur verið fyri hørðum atfinningum í sambandi við skattamálið hjá Eik. Men Eyðun Mørkøre, stjóri í TAKS, ivast ikki í førleikanum hjá stovninum, hóast Taks hevur viðgjørt nógv umrødda skattamálið í 28 mánaðir. Tað ber ikki til at siga, nær málið verður liðugt at viðgera, tí enn er viðgerðin ikki komin longur, enn at upplýsingar verða savnaðar inn. Brúk er fyri hesum byrjanar og framhaldsskeiðum, og fyri enn einum skeiði, serliga ætlað teimum, sum kundu hugsað sær at tikið hægri útbúgving í Føroyum. Tað var tó NSÍ, sum legði seg á odda, tá átta minuttir vóru farnir. Pól Johannus Justinussen skallaði eitt hornaspark frá Árna Frederiksberg í málið. Tá sekstan minuttir vóru farnir javnaði Semir Hadzebulic til 1 1, og tað gingu bara tíggju minuttir, so legði Jóannes Bjartalíð heimaliðið á odda. Jóannes Bjartalíð var aftur málskjútti, tá hann við brotssparki økti til 3 1, tá 35.minuttir vóru farnir. 3 1 var eisini hálvleiksstøðan. KÍ sat eisini á øllum frá byrjan í seinna hálvleiki, og tá átta minuttir vóru farnir, var tað Páll Klettskarð sum økti til 4 1, eftir góða avlevering frá Semir Hadzebulic. Tað líktist hesa løtuna, at KÍ kundi fáa fleiri mál, men tá 60. minuttir vóru farnir fekk David Langgaard, heldur óneyðugt, eitt gult kort afturat og bleiv útvístur. NSÍ hevði tískil meira enn ein hálvan tíma til at svara aftur, men teir skaptu ikki ein málmøguleika við ellivu ímóti tíggju. KÍ var tættari við at skora til 5 1, enn NSÍ var at minka um munin. Tað tóktist eisini løgið, at NSÍ venjarin, Anders Gerber, spældi allan dystin við trimum miðverjum, tá KÍ valdi at fara aftur at verja við tíggju monnum. Seinnu hálvfinalurnar vera 15.juni. NSÍ og KÍ møtast í Runavík, og í Gøtu spæla Víkingur og Skála. Víkingur vann mikukvøldið á Skála fyrru hálvfinaluna 1 0. KÍ NSÍ 4 1 3 1 08 min. 0 1 Pól Johannus Justinussen 16 min. 1 1 Semir Hadzebulic 26 min. 2 1 Jóannes Bjartalíð 35 min. 3 1 Jóannes Bjartalíð br. 52 min. 4 1 Páll Klettskarð 60 min. Reytt kort David Langgaard tvey gul Landsfelagið fyri bjargingarfeløg hevur fingið nýggja trygging, boðaði felagið frá í tíðindaskrivi hósdagin. Trygd og Landsfelagið undirskrivaðu í gjár avtalu, sum merkir, at sjálvboðin bjargingarfólk eru nóg væl tryggjað, tá tey virka í føroysku tilbúgvingini. Tryggingaravtalan sigur, at sjálvboðin bjargingarfólk, sum eru skrásett í einum bjargingarfelagi og fáa skaða í átøkum á landi ella á sjógvi, ikki skulu missa inntøku, tí tey gerast óarbeiðsfør av skaðanum. Treytin fyri endurgjaldi er, at arbeiðsskaðatryggingarlógin er galdandi fyri skadda bjargingarfólkið. Formaðurin í Landsfelagnum, Regin Jespersen, sigur, at tey hava fingið eina góða tryggingaravtalu. Landsfelagið hevur arbeitt saman við Fiskimálaráðnum og ráðført seg við felagið Tiljar um tryggingaravtaluna. Tryggingaravtalan skal endurskoðast í heyst. Tá verður virksemið hjá bjargingarfeløgunum eisini formfest við góðskuskipan. Eisini skal yvirskipaða samstarvið millum Landsfelagið og Fiskimálaráðið dagførast. Tann 7. november í fjør varð bjargingarbáturin Lív hjá Havnar bjargingarfelag lagdur. Ein kvinna fekk skaða umborð, men eingin trygging tók við. 13.november steðgaðu feløgini, sum eru í Landsfelagnum fyri bjargingarfeløg, øllum virkseminum, tí tryggingarviðurskiftini hjá teimum sjálvbodnu, sum arbeiða fyri feløgini, vóru so ógreið. Áirnar í Kunoynni verða ikki turrlagdar, tí ein smoltstøð skal byggjast, lovar borgarstjórin í Kunoyar kommunu, Meiken Sólheyg Michaelsen. Kunoyar kommuna eigur síðsta orðið í málinum um áirnar. Kanningar verða nú gjørdar av Tangafirði og Sundalagnum. Beint eftir árskiftið byrjaði nýggj verkætlan á Fiskaaling, sum hevur til endamáls at lýsa rákið í Sundalagnum og á Tangafirði, stendur í Alitíðindum . Málið er at lýsa, hvussu rákið broytist við skiftandi veðri og skiftandi árstíðum, og hvørja ávirkan tað hevur, at áirnar í sunnara parti av Eysturoynni verða veittar norður til Eiðis at renna út har. Síðani skal kannast, hvussu sambandið er millum tey ymsu aliøkini, tá talan er um lús. Meira sæst í Alitíðindum, sum er at finna á heimasíðuni hjá Fiskaaling. Leigunevndin hevur nógv stríð av klagum um leigumál, tí eingin innflytingarfrágreiðing er. Ein kunngerð, sum byggir á leigulógina, krevur, at innflytingarfrágreiðing skal skrivast. Men tað verður hon ikki altíð, sigur Andrass Holm Arge, formaður í Leigunevndini. Revsingin fyri neyðtøku í Danmark verður nú herd fyri fyrstu ferð í 13 ár. Tað samtykti Fólkatingið við greiðum meiriluta hósdagin. Frá fyrsta juli kunnu fólk revsast við fongsli upp í hálvtfjórða ár fyri neyðtøku, og ikki sum nú, tá fongsulsdómarnir kunnu vera upp í hálvttriðja ár. Revsingin fyri kynsligan ágang móti børnum í Danmark verður eisini herd við einum ári upp hálvtfjórða ár, skrivar danska Løgmálaráðið á heimasíðuni . Danska stjórnin samtykti herfyri, at videoavhoyring av børnum verður loyvd. Tað verður gjørt fyri at verja børnini, so tey ikki skulu vitna í rættarsalum. Í morgin, leygardagin klokkan 16, verður nýggja brúgvin um Sandá tikin í nýtslu, og hetta fer at lætta nógv um í ferðsluni eftir niðara vegi á Argjum, sigur 94 ára gamli Sverri Mortensen, sum í morgin skal sita í fremsta bilinum tá Føroya Ellisakfør koyra um brúnna. Eg havi lagt merki til, at eg sovi betur, havi fingið penari húð, og so smakkar allur matur og eisini frukt betur, enn tað plagdi, sigur Sólja F. Jóanisdóttir. Eg gleði meg til hetta er yvirstaðið, og tað verður deiligt at liva sum vanligt aftur. Eg haldi, at henda avbjóðingin hevur verið rættiliga strævin, eitt nú tá mann skal út til fólk, sigur Sólja F. Jóanisdóttir. Maersk Oil gevst nú eisini í Grønlandi. Við at vísa til lága oljuprísin hevur Maersk Oil latið inn aftur loyvið at borta eftir olju við Vesturgrønland. Trý onnur oljufeløg hava eisini latið grønlendska sjálvstýrinum loyvini aftur, tá tey fara úr gildi á nýggjárinum, í staðin fyri at biðja um at fáa tey endurnýggjað. Serliga hevur eitt øki við Vesturgrønland verið áhugavert hjá oljufeløgunum. Feløg sum Shell, Conoco Phillips, Maersk Oil, Dong Energy, Statoil og Hysky Oil hava ligið framvið. Einasta undantak er felagið Cairn Energy, sum framvegis sigur seg vilja vera verandi í Grønlandi. Oljuleitingin í Grønlandi er komin í somu støðu sum oljuleitingin í størsta partinum av Arktis. Í Alaska eru 80 prosent av øllum leitiloyvum latin innaftur, síðani kreppan rakti oljuvinnuna. Í Grønlandi seta tey nú sínar vónir til eitt øki í landnyrðingspartinum av landinum, har vónirnar um at finna olju eru góðar. Oljufeløgini, sum hava leitiloyvi í hesum øki, vísa framvegis áhuga. Tíðindini um, at oljufeløg gevast í Grønlandi, fáa fólkini í umhvørvisfelagsskapinum Greenpeace. Tey eru í móti oljuvinnu í Arktis. Hetta er árliga kapping fyri nýggjar fyritøkur. 3000 fyritøkur høvdu meldað seg til kappingina. Síðan vórðu 500 valdar út, áðrenn 430 vórðu sáldaðar frá. At enda vóru bara sjey fyritøkur eftir, sum kappaðust um at vinna. Fyritøkan Pleo, sum Ren Bischoff hevur saman við fimm øðrum, vann. Tey hava ment eina kt loysn, sum ger tað munandi lættari hjá einari fyritøku at stýra og skjalprógva allar útreiðslur, sum ein fyritøka kann hugsast at hava. Ren Bischoff er softwarearkitektur í fyritøkuni. Hann er sjálvsagt ovurfegin um vinningin, tí hetta gevur teimum møguleika at gera hugskot til veruleika. Sukur er hvørki vandamikið ella eitrandi, og eingin fær skaða av at eta eitt sindur av sukri av og á. Tað sigur Snorri Patursson, sum er kostfrøðingur. Herfyri fortaldu vit í morgunsendingini um tær fleiri enn 500 kvinnurnar, sum hava hildið seg frá øllum sukri í fýra vikur, og nú mánaðurin er um at vera liðugur, siga tær seg hava upplivað fleiri fyrimunir við ikki at eta sukur. Sukur og køkumentanin í Føroyum er sjúk, men tá tað er sagt, snýr tað seg um at finna gylta millumvegin. Sum heild er tað ikki heilsugott at eta nógv sukur hvønn dag, men alt við máta, sigur Snorri Patursson og heldur fram Rørir tú teg og etur vanligan, góðan mat, ger tað einki, um tú etur eitt sindur av sukri hvønn dag. Tað, sum eg haldi er umráðandi at hugsa um, eru nøgdirnar og góðskan. Og tí haldi eg ikki, at tað er eitt gott hugskot at eta light vørur ella sokallaðar sukurfríar vørur, tá tú vilt hugna tær og eta okkurt, sum smakkar søtt, sigur Snorri Patursson. Morgunsendingin helt 90 ára føðingardag hósmorgunin, tá Miles Davis hevði verið 90 ár. Tónleikarin Leivur Thomsen, sum sjálvur hevur spælt nógv jazz, var í Góðan morgun Føroyum og greiddi frá Miles Davis og tí, hann hevur lagt eftir seg. Vinnukærunevndin hevur gjørt av at heimvísa avgerðina hjá Heilsufrøðiligu Starvstovuni um staðsetingina av aliøki A 63 hjá Bakkafrosti í Árnafirði. Tað vil siga, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan skal viðgera málið av nýggjum. Poul Eiden Muller, ið hevur hummaraloyvi í Árnafirði, hevur kært avgerðina hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni um at staðseta aliøkið hjá Bakkafrosti longri úti á fjørðinum og flyta hummaraveiðuna longur inn á fjørðin. Í kæruskrivinum stendur, at kærarin kennir seg ikki hoyrdan í málinum, men sum áskoðara. Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur hinvegin, at hon hevur kallað partarnir saman til fundar, og at teir eru komnir til eina semju. Í viðgerðini av kæruni kemur Vinnukærunevndin eisini fram til, at tað átti at verið greitt fyri Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, at kærarin er ikki samdur. Um ikki á fundinum, so í eini telefonsamrøðu aftaná. Haraftrat metir Vinnukærunevndin, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan bara hevur havt fyrilit við alivirksemið og ikki við hummaraveiðuni í síni viðgerð. Tað verður ikki grungivið nóg væl fyri avgerðini. Tað verður eitt nú sagt, at aliøkið skal flytast longur út á fjørðin, tí eingin hummaraveiða er har. Eitt, sum eisini vigar nógv, er, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan víðkar munandi um alivirksemið við nýggju staðsetingini. Í niðurstøðuni stendir millum annað Vísandi til at heilsufrøðiliga Starvsstovan sambært alilógini skal taka atlit til eitt nú hummaraveiðuna ger tað eisini avgerðina ivasama, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan við hesu seinastu avgerðini víðkar aliøkið munandi, og at tað verður víðka og flutt til at fevna um alt tað økið, hummaraveiðararnir plaga at seta sínar rúsur út. Tað liggur í heimsvísingini, at avgerðin hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni er ógyldug, og at avgerðin virkar, tá starvsstovan hevur tikið nýggja avgerð. Hetta váttar Karl Johansen, sýslumaður, sum eisini er formaður í lokalu friðingarnevndini. Yvirfriðingarnevndin skal tó staðfesta avgerðina. Tíggju stillaðu upp, men ein hevði ov fáa stillarar, so hansara uppstilling varð vrakað. 21 fólk boðaðu frá, at tey ætlaðu at stilla upp, men tá avtornaði, sendu tíggju teirra Innanríkisráðnum uppstilling. Av teimum níggju valevnunum hevur søgufrøðingurin Guðni Thorlacius Jóhannesson higartil fingið nógv ta størstu undirtøkuna í veljarakanningum. Næstur honum er Davíð Oddsson, blaðstjóri, fyrrverandi forsætisráðharri og borgarstjóri í Reykjavík. Forsetin, sum verður valdur 25. juni, tekur við eftir Ólaf Ragnar Grímsson, sum hevur verið forseti í Íslandi í 20 ár. Níggju valevni er nógv tað mesta á einum forsetavalevni í Íslandi. Í 2012 vóru seks valevni. Fyrstu ferð, forsetaval var, tað var í 1952, vóru trý valevni. Annars hava verið tvey til fýra valevni. Í nýggju nevndina í EIK eru í staðin komnir Nýggi formaðurin í TF Holding, Arni Brattaberg og Birgir Nielsen, nevndarlimur í TF Holding. Í nevndina hjá Tryggingarfelagnum eru komnir Karl Birgir Isaksen næstformaður í TF Holding og Lars Bonde, sum er limur í Umboðsráðnum. Eftir aðalfundin í TF Holding tann 21. apríl segði nýggi formaðurin í TF Holding, Arni Brattaberg, at broytingar skuldu gerast í samtakinum, soleiðis at tað í minni mun eru tey somu, sum ganga aftur nevndunum hjá samtakinum. Spurdur um nevndarvalid í dag ikki umbodar sama hugsunarháttin, nú formaðurin sjálvur situr í nevndini í Eik, sigur Arni Brattaberg soleiðis. Tað var pápi Jack Knipe, sum læt soninum eitt brúkt eintak av National Geographic í føðingardagsgávu. Jack hevði stóran áhuga fyri landalæru, og í blaðnum frá pápanum var ein long grein um Føroyar. Jack fór síðan undir at savna sær vitan um landið, sum hann nú hevur vitjað fyri fyrstu ferð. Hann heitir á Mentamálaráðið um at koma við einum útspæli, nú børn heilt niður í fjórða flokk leggja myndir av sær sjálvum, tá tey eru nakin, út á netið. Hann sigur, at vandi er fyri, at nærum alt vatn ínógvum áum í Kunoy verður tikið til nýggju smoltstøðina hjá Bakkafrosti norðuri á Strond. Tað vissar Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti, um, nú funnist verður at fyritøkunii, tí nýggja smoltstøðin fer at krevja so nógv vatn. Regin Jacobsen sigur, at vatntørvurin verður lítil, tí nærum alt vatnið verður endurnýtt á støðini, og harumframt fer Bakkafrost at byggja eina vatngoymlsu á Strond, sum skal taka 80.000 tons. Skattamálið hjá Eik Bankaer eingin trupulleiki fyri umboðsráðið í Ognarfelagi Tryggingartakaranna, sum velur nevndina í TF Holding, ið eigur Eik. Sjónleikararnir, Johanna Roos Slættanes og Beinta Clothier, ið hava úr at gera í sambandi við sjónleikarafestivalin, Dagarnir 2016, greiða frá, hvussu tilveran sum sjónleikari er. Beinta Clothier hevur ikki meira enn vaskað veitslusminkuna av sær, tá hon aftur fer á pall á Tjóðpallinum at spæla Jørðin er eitrað leygarkvøldið. Johanna Roos Slættanes ger seg klára at servera í Veitsluni. Hon hyggur eisini at fleiri sjónleikum, sum eru um dagarnar, samstundis sum hon finnur sær tíð at repetera til endaligu próvtøkurnar. Fleiri børn hava fingið mein, eftir at toran sló niður í eini park í París í Fraklandi í gjár, har børnini spældu. 11 børn eru løstaði seks teirra álvarsliga, skrivar franska blaðið Le Figaro, sambært Ritzau. Børnini vóru í parkini til ein barnaføðingardag, tá toran sló. Eisini í Týsklandi, gjørdi toran álvarsligan skaða í gjár, tá hon sló niður í ein fóbóltsvøll undir einum dysti millum tvey ungdómslið í býnum Hoppst dten. Har fingu fleiri av leikarunum og áskoðarunum mein av toruni. 35 fólk vórðu flutt á sjúkrahúsið. Týskir miðlar skriva, at toran sló beint niður í dómaran. Ein áskoðari hevur fingið mynd av støðuni, tá dómarin verður raktur. Advokatskrivstovan í Panama, Mossack Fonseca, ið hevur hjálpt fólki undan skatti, hevur latið skrivstovur sínar aftur á Jersey, Isle of Man og Gibraltar. Tað skrivar bretska blaðið The Guardian. Panama skjølini komu øll frá Mossack Fonseca og avdúkaðu, at advokatskrivstovan í samstarvi við bankar, teirra millum Nordea og Jyske Bank, bjóðaði seg fram við skuffu feløgum at hjálpa fólki at fjala pengar fyri skatta myndugleikunum. Tað vóru hesi skjøl, sum kostaðu íslendska forsætisráðharranum, Sigmundi Davíð Gunnlaugsson, sessin. Aðrir politikarar eru eisini avdúkaðir, millum annað nærmasti skarin kring russiska forsetan Vladimir Putin, ið hevur fjalt milliardir. Og rík ítróttarfólk hava eisini brúkt møguleikan at sleppa sær undan skatti, teirra millum fótbóltsstjørnan Lionel Messi. Eitt skjal er likið úr russiska uttanríkisráðnum frá eini nevnd, sum hevur arbeitt við einum uppskoti um nýtt valdsbýti í Sýria. Har verður valdið hjá sýriska forsetanum, Bashar al Assad, munandi skert. Tað skal gerast fyri at sleppa undan at taka støðu til framtíð hansara sum forseti, tí tá verður tað óneyðugt. Bashar al Assad vil ikki sleppa valdinum, og Russland vil ikki noyða hann frá, men viðurkennir eftir øllum at døma, at forsetin er størsta forðingin fyri friði í Sýria. Russland skjýtur upp, at Sýria ikki longur skal eita Sýriska Arabiska Lýðveldið , men Lýveldið Sýria fyri at ganga kurdum og turkmenum á møti, skrivar Gulf News. Haraftrat skal ásetingin strikast, sum sigur, at forsetin skal vera muslimur. Men so leingi Bashar al Assad hevur valdið í høvuðsstaðnum Damaskus og í øðrum størri býum, er spurningurin, um hann fer at loyva øðrum enn sær sjálvum at stilla upp til forsetaval. Í uppskotinum, sum er komið fjømiðlum í Miðeystri í hendi, skjóta russar upp, at sýrisku kurdarnir fáa grundlógartryggjaðan rætt at tosa sítt egna mál, og at tað verður javntsett við arabiskt. Kurdiska sjálvstýrið skal ikki hava politiskt og búskaparligt vald, men kurdar skulu hava mentanarligt sjálvstýri, skrivar libanska blaðið al Akhbar. Landspartarnir í Sýria skulu annars hava størri vald hvør við sínari stjórn og tingi. Uppskotið avmarkar forsetaskeiðið soleiðis, at forsetin í mesta lagi kann veljast tvær ferðir sjey ár hvørja ferð. Men í uppskotinum stendur ikki, um Bashar al Assad kann stilla upp. Hann hevur verið forseti í 16 ár og tók við eftir faðirin, sum sat heili trý áratíggju. Í russiska uppskotinum verður ásett, at forsetin skal standa til svars fyri tjóðartinginum, og at tað er tjóðartingið og ikki forsetin, ið hevur lóggávuvaldið. Førdi poltikkurin hevur sera stóra ávirkan á, um fátækradømi veksur ella minkar og tað má havast í huga, nú farið verður at gera fíggjarlóg fyri næsta ár, sigur hon. Men tá talið av fólki í fátækraváða veksur, so kann tað tykjast løgið, at bert 300 hava søkt um serliga ískoytið, sum kom á nýggjárinum. Í einum opnum brævi hava meira enn 100 leiðandi granskarar sagt við WHO, at teir halda tað vera óetiskt at lata Leikirnar verða eftir nýggju vitanina, sum er komin fram um Zika virussið. Men WHO hevur svarað og sagt, at tað ikki fer at seinkað útbreiðsluni av virussinum nakað serligt, um OL verður avlýst ella flutt til seinni. Granskararnir, sum hava rópt varskó, siga, at WHO eigur at endurlesa ráðgevingina, ið er um Zika virussið. Zika virussið smittar við mýggjabitum, og fyrstu sjúkurnar sóust í Brasil fyri einum ári síðani. Nú breiðir smittan seg í meira enn 60 londum og økjum. Sjúkueyðkennini eru mild, men ber sjúka mamman barn undir belti, so er stórur vandi fyri, at barnið fær lítið høvd og í summum føri kunnu vaksin eisini fáa lívhættisligt neurologiskt syndrom. 150 altjóða granskarar hava skrivað undir brævið til WHO, harímillum doktarar og medisinskir etikarar frá tildømis Oxford University og Harvard og Yale. Granskararnir vísa eisini á, at Brasil ikki hevur eina haldgóða ætlan at basa mýggjabitum, og at landisns heilsuverk ikki riggar nóg væl. Hetta eigur at fáa WHO at flyta Olympisku Leikirnar, siga teir, men sum nevnt, so hevur WHO svarað, at eitt slíkt stig ikki fer at avmarka smittuna nakað serligt. Kringvarpið stroymir beinleiðis fótbólt úr Gøtu og av Toftum í dag. Í Gøtu tekur Víkingur ímóti HB, og á Toftum spæla B68 og TB. Víkingur HB Dystirnir í dag Víkingur . HB B68 TB B36 Skála AB ÍF 17.15 Bólturin byrjar í útvarpinum klokkan 14.50, og har verður fylgt við gongdini í dagsins umfari . Løgreglan hevði sett bann fyri, at fólk savnaðust uttan fyri høllina, har Donald Trump var komin at halda røðu áðrenn undanvalið í Kalifornia 7. juni, men fólk steinaðu og grýttu fløskur, og 35 fólk vóru handtikin í ófriðinum. Eftir fundin, helt ófriðurin fram inni í býnum, og stríðsklæddir politistar í hópatali royndu at skilja viðhaldsfólk og mótstøðufólk hjá republikanska forsetavalevninum sundur. Tað er neyvan av tilvild, at ófriður var, tí býurin San Diego er stutt frá meksikomarkinum, og Donald Trump hevur lovað, at verður hann amerikanskur forseti, fer hann at byggja ein múr millum USA og Meksiko, so meksikanarar ikki longur sleppa norður um markið. Meksikanarar í milliónatali eru í áravís komnir ólógliga til USA, og amerikanskir politikarar eru ósamdir um annaðhvørt teir skulu geva meksikanarunum uppihaldsloyvi í USA ella ikki. Ein triðingur av fólkinum í San Diego er úr Miðamerika og eitt mótmælisfólk, Martha McPhail, segði Eg klári ikki Donald Trump og hansara trongskygdu, hatursløddu og rasistisku útsagnir. Fyrrverandi svenski forsætisráðharrin, Gøran Persson, skal standa á odda fyri einum íleggingarbólki, sum stjórnin í Albania fer at skipa fyri at fáa gongd á framburðin í Albania, og so at landið kann koma á hædd við onnur lond í Europa. Tað var forsætisráðharrin í Albania, Edi Rama, sum boðaði frá avgerðini. Hann segði, at fleiri umboð fyri svenska vinnulívið skulu manna bólkin. Svøríki hevur gott orð á sær á altjóða pallinum, og landið er kent fyri at fremja broytingar. Svenski ídnaðurin er kappingarførur á heimsmarknaðinum, og svenski búskapurin er væl fyri. Albania má halda fram við broytingunum og skapa sær eitt gott umdømi í heiminum, sigur albanski forsætisráðharrin í eini fráboðan. Gøran Persson sigur, at bólkurin skal standa á odda fyri at broyta Albania, so landið verður á hædd við onnur lond í Europa. Undir eini vitjan í Albania, gjørdust vit ovfarin av viljanum hjá Albania at gerast eitt framkomið land í Europa, so landið kann økja inntøkurnar til gagns fyri fólkið, sigur Gøran Persson við blaðið, Dagens Næringsliv. Tey liva væl í danska kongshúsinum. Margreta drotning fær 79 milliónir í 2016, meðan maður hennara, Hendrikur prinsur, fær 10 prosent av tí upphæddini, sum svarar til áleið átta milliónir krónur. Peningaupphæddin til kongshjúnini skal nýtast til viðlíkahald av kongsognum, til fyrisiting og til privat endamál. Fríðrikur krúnprinsur fær 19,6 milliónir, av tí fær konan Mary, tvær milliónir. Joakim prinsur fær hálva fjórðu millión. Men tað er ikki ásett í lógini, at kona hansara, Marie, skal hava eitt árligt gjald av upphæddini. Fyrrverandi kona Joakim fær tó framvegis ein part av játtanini til kongshúsið. Alexsandra fær 2,3 milliónir í 2016. Tey liva væl í danska kongshúsinum. Margreta drotning fær 79 milliónir í 2016, og maður hennara, Heindrikur prinsur, fær 10 prosent av tí upphæddini, ið er umleið átta milliónir krónur. Peningurin til drotningarhjúnini skal brúkast til at røkja ognir, fyrisiting og til privat endamál. Fríðrikur krúnprinsur fær 19,6 milliónir, av tí fær konan Mary, tvær milliónir. Joakim prinsur fær hálvafjórðu millión. Men tað er ikki ásett í lógini, at kona hansara, Marie, skal hava eitt árligt gjald av upphæddini. Fyrrverandi kona Joakim fær tó framvegis ein part av játtanini til kongshúsið. Alexsandra fær 2,3 milliónir í 2016. B68 TB 3 3 1 2 05 min. 0 1 Albert Adu 38 min. 0 2 Heini Mortensen 40 min. 1 2 Jann Ingi Petersen 55 min. 2 2 Michal Przybylski 72 min. 2 3 Salmundur Bech 74 min. reytt kort Teitur Olsen TB 74 min 3 3 Óli Olsen brotsspark AB ÍF 63 min. 1 0 Árni Nielsen 65 min. 1 1 Dánjal á Lakjuni 72 min. 2 1 Patrik Johannesen 74 min. 2 2 Clayton Soares 83 min. 2 3 Bogi Petersen Støðan 1. Víkingur 13 dystir 28 stig 2. KÍ 12 dystir 26 stig 3. B36 13 dystir 25 stig 4. NSÍ 12 dystir 24 stig 5. HB 13 dystir 18 stig 6. ÍF 13 dystir 18 stig 7. Skála 13 dystir 10 stig 8. TB 13 dystir 10 stig 9. AB 13 dystir 9 stig 10. B68 13 dystir 6 stig Í dag vitjar ráðharrin Mentamálaráðið, Dagstovnin á Hamrinum, Skúlan á Argjahamri, Glasir í Marknagili, Norðurlandahúsið, Kringvarpið, Listasavnið og Tinganes. Rigmor Dam, landsstýriskvinna, er vertur hjá íslendska mentamálaráðharranum. Rigmor Dam var á almennari vitjan í Íslandi í fjør heyst. Illugi Gunnarsson varð valdur í Altingið í 2007. Hann var formaður í tingbólkinum hjá Sjálfstæðisflokkinum, til hann gjørdist ráðharri fyri trimum árum síðani. Umhvørvisstovan eigur at undangóðkenna vápnatrygdarskeið í londum, haðani flestu ferðafólk koma til Føroya, so teimum ikki nýtist at søkja um gestavápnaprógv í Føroyum. Tað heldur Ferðavinnufelagið, sum hevur havt kunngerðina um vápnaprógv til hoyringar. Sambært uppskotinum um kunngerð, skulu fólk, sum ikki hava fastan bústað í Føroyum, kunna søkja Umhvørvisstovuna um gestavápnaprógv, um tey hava gildugt vápnaprógv frá sínum heimlandi. Kravið er tó, at vápnatrygdarskeiðið, tey hava staðið, er á minst líka høgum stigi sum føroyska vápnatrygdarskeiðið. Eitt gestavápnaprógv er galdandi í tríggjar mánaðir. Fyri at sleppa hesum fólkum undan at skulu søkja um gestavápnaprógv í Føroyum eigur Umhvørvisstovan at undangóðkenna útlendsk vápnatrygdarskeið, sum eru í londum, haðani vit fáa flestu ferðafólkini, sigur Ferðavinnufelagið. Eitt smápartafelag kærdi avgerðina hjá TAKS um at hækka meirvirðisgjaldið hjá felagnum 650.000 krónur Hetta kundi felagið undir ongum umstøðum góðtaka og kærdi tí avgerðina hjá TAKS. TAKS ætlar at senda felagið í Skiftirættin, um TAKS ikki fær peningin. Felagið hevur ikki peningin til at gjalda eina slíka óvanliga rokning, stendur í kæruni. Skatta og avgjaldskærunevndin viðgjørdi ikki kæruna, tí hon kom 26 dagar ov seint. Nevndin helt ikki grundarlag vera fyri at víkja frá kærufreistini. Men ein onnur kæra, sum eisini kom ov seint, verður viðgjørd. Kært varð um eina avgerð hjá TAKS um, at ov lítið er goldið í eftirløn í Føroyum. Tann, sum kærdi, sigur, at hann eigur ikki at gjalda inn til eftirløn í Føroyum. Hendan kæran kom 25 dagar ov seint, men hon verður kortini viðgjørd. Tað ger hon, tí Kærunevndin sigur, at avgerðin hjá TAKS er illa grundgivin og ófullfíggjað. Ikki sæst, hvussu TAKS er komið fram til gjaldsskyldugu upphæddina í eftirlønini. Eingin lógarásett heimild er í eftirlønarlógini at gera frávik frá kærufreistini. Men eftir vanligum fyrisitingarligum reglum kann frávik loyvast, um fullgóðar grundgevingar eru fyri tí. Kærarin sigur, at hann sá ikki avgerðina hjá TAKS, fyrr enn kærufreistin var farin. Føroyski rógvarin varð akkurát ov stuttur til sjálvur at avgera, um hann slapp við til OL, tá hann í síðstu viku róði 2000 metra finalu um at kvalifisera seg til OL í Rio í summar. Eftir róðurin gjørdist brádliga aftur møguleiki hjá Sverra Sandberg Nielsen í sínum single scullara at koma við til OL, tí donsku rógvararnir í dupult scullaranum, megnaðu heldur ikki at rógva seg undir OL krøvini. Danmark kann bara sleppa til Olympisku Leikirnar við einari av hesum bátastøddum. Av tí at Belgia kemur undir somu skipan, har bara ein bátur av hesum slagi sleppur við til OL, og báðir bátarnir hjá Belgia vunnu sínar finalur, skuldi ein teirra veljast frá, og ein bátur hjá Danmark kundi sleppa við í staðin. Tann avgerðin er nú tikin. Belgia fer at senda sín single scullara til OL, ið er sama bátastødd, sum Sverri rør í. Tað merkir, at tað ikki er pláss fyri føroyska rógvaranum á Olympisku Leikunum í ár. Kappingin var í Høllini á Hálsi í Havn, og tá samanum kom varð greitt, at Mads Hentze og Ruth Poulsen eru bestu føroyingarnir í fitness. Í síðstu viku frættu vit í Góðan Morgun Føroyum, at ein heilt serligur gestur fór at vera við á Djóradøgunum, sum vóru um vikuskiftið. Vit fingu nógv boð upp á eitt navn til kvíguna, og tá samanum kom bleiv navnið Frísa, og tað er Jens Marni Hansen, sum eigur tað hugskotið, sigur Brandur í Dali, formaður í Føroya Ríðingarfelag. Samráðingarleiðarin hjá størsta andstøðubólkinum í Sýria, Mohammed Alloush, leggur frá sær, tí ein ætlan um at tryggja sýrialendingum, sum halda til í uppreistrarøkjum, hjálp, er miseydnað. ST tók eisini undir við ætlanini. Mohammed Alloush sigur, at tað hevur ikki eydnast at fáa fleiri túsund fangar latnar leysar, ella at tvinga sýrisku valdsharrarnar til eina politiska skiftisskipan. Andstøðan í Sýria hevur sett sum treyt fyri einari avtalu um politisku viðurskiftini í framtíðini, at Bashar al Assad, forseti, leggur frá sær. Verður hetta kravið ikki eftirlíkað, er nyttuleyst at halda fram við friðarsamráðingunum, sigur Alloush, sum hevur lagt frá sær sum samráðingarleiðari og leiðari fyri andstøðuna, ið hevur samráðst í Geneve. Heiligvágurin Orkambi fyri systiska fibrosu, sum varð sagdur at vera kollveltandi og fór at bøta um lungnaførleikan hjá teimum, ið liva við sjúkuni, og geva teimum eitt longri lív, gevur ikki væntaða úslitið. Tacjana Pressler er yvirlækni og serlækni í systiskari fibrosu á Ríkissjúkrahúsinum. Níggju vaksin og trý børn hava systiska fibrosu í Føroyum. Orsøkin er, at sakførarin hjá felagnum, Jens Andrias Vinther, ikki umboðar partafelagið Seta longur. Tí má felagið fáa sær annan sakførara, áðrenn málið heldur fram í Føroya rætti. Tað hevur ikki eydnast at fáa eina viðmerking frá Jens Andriasi Vinther um avgerðina hjá honum at gevast sum sakførari hjá partafelagnum, Seta. Rætturin hevur ikki gjørt meir í málinum enn, verður upplýst á dómaraskrivstovuni. Tá góðar 888 milliónir vóru goldnar av skuldini hjá landskassanum, gjørdist bruttokassaúrslitið eina milliard og 45 milliónir krónur. Neyðugt varð at læna hesar pengar fyri at fáa javnvág í kassaúrslitið. Landskassin fekk 20 milliónir meira í skatti, avgjøldum og ríkisstuðli enn mett varð í fjør. Og raksturin kostaði góðar 40 milliónir krónur minni enn talið í fíggjarlógini. Sambært landsroknskapinum fyri 2015 skyldar landskassin tænastufólkum, landsstýrisfólkum og løgtingsfólkum 3,3 milliardir krónur í eftirløn. Landsstýrisfólk og løgtingsfólk eiga 320 míó. í eftirløn. Tað hevði kostað landskassanum 3,3 milliardir krónur , skuldi landið keypt seg leyst av eftirlønarskylduni nú, sigur Gjaldstovan. Eystari landsrættur er biðin um at døma nýggju grindalógina at vera ógilduga. Henrik Weihe Joensen, sum í august í fjør stevndi Fiskimálaráðnum, hevur skotið dómin hjá Føroya rætti inn fyri Landsrættin. Føroya rættur vísti málinum frá sær . Føroya rættur sigur, at rætturin skal ikki avgera, um Løgtingið kann gera lógir um arbeiðið hjá politinum. Ein serlig nevnd við føroyingum og dønum viðger sambært heimastýrislógini slík ivamál. Føroya rættur sigur eisini, at Henrik Weihe Joensen hevur ikki rættarligan áhuga í grindalógini. Hann kann tí ikki royna uppáhald sítt um lógina í rættinum. Henrik Weihe Joensen sigur, at hetta er eitt prinsipielt mál um grundleggjandi viðurskifti, sum hava við fólkaræði og rættartrygdina hjá fólki í Føroyum at gera. Tað er, at landsstýrið og danska stjórnin í hesum førinum saman avtala, at politiið, sum er danskt málsøki, fær víðar heimildir í føroysku grindalógini, uttan at fólkið hevur nakra ávirkan á tað. Henrik Weihe Joensen søkti um og fekk frían rættargang í Føroya rætti, men skal tó rinda Fiskimálaráðnum 15.000 krónur í sakarkostnaði. Hann sigur, at hann veit ikki enn, um hann fær frían rættargang í Landsrættinum. Endamálið við at keypa egin partabrøv er at laga kapitalgrundarlagið hjá bankanum til, soleiðis at tað betur speglar kapitalmál bankans, boðar bankin frá í skrivi. Sambært ES reglugerð skal BankNordik seta ein fíggjarligan ráðgeva, sum óheftur og uttan ávirkan frá BankNordik tekur handilsavgerðir og fremur afturkeypið innan fyri kunngjørdu karmarnar. So hvørt sum BankNordik keypir partabrøv fer bankin eina ferð um vikuna at kunngera fyri keypsskálunum í Reykjavík og Keypmannahavn, hvussu nógv partabrøv eru keypt og fyri hvussu nógv. Nú í summar eru nakrir gongutúrar á skránni í røðini Við Tórði á túri . Tað eru Niels Thomas Pedersen úr Vestmanna og Gunnar Joensen úr Hvalvík, sum siga frá á gongutúrinum millum tær báðar gomlu bygdirnar í Norðstreymi. Samráðingarnar hava ligið stillar, síðan tað kom upp á tal, at Ísland fór at søkja um limaskap í ES, men tað verður av ongum, og tí ber til hjá Føroyum at taka upp aftur sambandið við EFTA um limaskap. Talan er um kirkjugarðin undir Heygnum Mikla, har sløk 6000 fólk eru grivin, og gamla kirkjugarðin á Svínaryggi, har tey hava skrásett stívliga 2000 gravir. Tórshavnar Havn hevur boðað cruise reiðaríunum frá, at revsingin er strikað, men ferðirnar í ár og næsta ár eru lagdar til rættis, og ferðaætlanin verður neyvan broytt. Hesa ferð verður Ronja Borðoy smurd við klassisku, dramatisku smokey eygunum. Fylg væl við, tá ið Jóhanna deilir síni tips n tricks, meðan hon sminkar. Smyril Line noyðist at finna sær nýtt umboð á Seyðisfirði. 33 ára gamla samstarvið millum Jónas Hallgrímsson og felag hansara Austfar á Seyðisfirði og Smyril Line er slitnað. Austfar hevur havt avgreiðsluna hjá Smyril Line á Seyðisfirði øll árini síðani 1983, tá Smyril Line byrjaði. Men um ein mánað verður hetta samstarvið søga. Jónas Hallgrímsson sigur við Morgunblaðið , at Smyril Line vildi hava samstarvssáttmálan broyttan. Men treytirnar, sum felagið setti til nýggjan sáttmála, vóru av slíkum slagi, at Austfar kundi ikki góðtaka tær og segði sáttmálan upp. Jónas Hallgrímsson sigur, at tey høvdu ikki annað val enn at siga upp sáttmálan við Smyril Line. Tað kom óvart á tey, at hetta gjørdist neyðugt, tí samstarvið hevur verið drúgt og gott, sigur hann. Eingin ætlan er tó um at gevast við virkseminum hjá Austfar. Nú verður leitað eftir nýggjum uppgávum, sigur Jónas Hallgrímsson við Morgunblaðið. Jónas Hallgrímsson og Austfar avgreiddu eisini Smyril, tá hann sigldi til Seyðisfjarðar, so samstarvið við føroyingar vardi í 41 ár. Fiskimálaráðið hevur boðið til tíðindafund seinnapartin, har Høgni Hoydal, landsstýrismaður, fer at kunna um uppskotið um kunngerð fyri uppboðssølu í ár. Sambært lógini um royndaruppboðssøluna hevur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum heimild at selja 9.000 tons av makreli, 4.000 tons av norðhavssild, 20.000 tons av svartkjafti og 3.000 tons av botnfiski í Barentshavinum á uppboði. Lógin um royndaruppboðssøluna varð endaliga samtykt 6. apríl. Tá hevði málið verið til viðgerðar í politisku skipanini í nærum fýra mánaðir. Í dag verður rættarfundur í Nord Troms tingrett í Tromsø um trolaran Gadus úr Klaksvík, sum varð tikin tann 20. februar, tá hann var á veg heim til Føroya av fiskileið í Barentshavinum. Harafturat vil politiið í Tromsø hava drigið inn virðið á fiskinum, sum Gadus, sambært norsku myndugleikunum, ikki boðaði frá. Talan er um knappliga 1,1 millión krónur í okkara pengum. Frode Stock, løgfrøðingur hjá politinum í Tromsø, segði við Útvarpið í februar, at Gadus boðaði frá 15. februar, hvussu nógv hann hevði fiskað. Men tá hann gavst at fiska 19. februar, boðaði hann ikki frá sambært reglunum. Tí gav vaktar og bjargingarskipið Sortland Gadusi boð um at fara til Tromsø. Skiparin og reiðaríið noktaðu at gjalda tað, sum politiið kravdi, men bankatrygd varð veitt fyri pengunum, so Gadus kundi fara úr Tromsø. Løgreglan hevur avbyrgt ein stóran part av Plantasjuni í Havn í sambandi við eitt innbrot í húsini hjá Djóralæknatænastuni við Varðagøtu tíðliga í morgun. Tveir mans eru tiknir og skuldsettir í málinum. Norðari partur av Plantasjuni er avbyrgdur, eisini økið kring Listaskálan og dunnuhyljarnar. Tað var lætt at fylgja slóðini av lutum, sum hoyrdu til Djórlæknatænastuna, oman til Plantasjuna, har teir báðir menninir vórðu funnir. Sambært vakthavandi í politistøðini hava teir tikið upp í fleiri sekkir av heilivági, sproytinálum og øðrum lutum, og eru farnir oman í Plantasjuna við tí. Føroyskur EFTA limaskapur er á skránni, tá Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis og vinnumálum, hittir norska vinnumálaráðharran, Elisabeth Aspaker, og Føroyar fara at senda eina umsókn til EFTA um at sleppa at samráðast um limaskap. Tað skrivar Sosialurin. Norðmenn hava fyrr sagt, at teir taka undir við føroyskari umsókn um limaskap í EFTA, og nú er ætlanin at vita, um Noreg framvegis hevur hesa støðu, sigur Poul Michelsen við blaðið. Ársfundur verður í EFTA seinast í juni. Í løtuni hevur Sveis formansskapin. Sveisiski formaðurin hevur heitt á Føroyar um at koma við einari formligari umsókn um at sleppa til samráðingar, sum kann viðgerast á ársfundinum, sigur Poul Michelsen við Sosialin. Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, legði herfyri frágreiðing um Føroyar og Grønland fyri Fólkatingið. Har stendur, at Føroyar fara at taka upp samband aftur við EFTA um limaskap Hetta eru tvær krónur meira enn í 2014. Sambært metingum koma seks prosent minni av laksi á heimsmarknaðin í ár, samstundis sum eftirspurningurin er stórur. Hetta hevur gjørt, at prísurin higartil í ár hevur verið óvanliga góður. Útlit eru fyri, at laksaprísurin heldur sær har uppi tað, sum eftir er av 2016, hóast hann sambært forsagnunum á Fish Pool kanska ikki verður heilt so góður sum fyrstu mánaðirnar í 2016, skrivar Havbúnaðarfelagið í ársfrágreiðing sínari fyri 2015. Prísurin fyri lidna vøru, porsjónir, er eisini góður, 80,62 krónur í miðal fyri kilo í fjør. Hetta er besti prísur nakrantíð fyri hesa vøru, skrivar Havbúnaðarfelagið. Føroysku alibrúkini útfluttu í fjør 66.000 tons av laksi fyri 2,8 milliardir krónur. Útflutningurin var á leið 100 milliónir krónur minni enn í 2014. Nýggi landsstýrismaðurin, Nikolaj Jeremiassen, býtti makrelkvoturnar við Eysturgrønland. Lutakast var millum 12 feløg, ið søktu um kvotu og luku treytirnar fyri at fáa kvotu. Lutakast var neyðugt, tí bara seks feløg, sum ikki eiga skip, kunnu sleppa fram at makrelinum. Treytin var, at feløgini eru stovnað fyri 1. januar í ár og hava annað virksemi í fiskivinnuni á sjógvi ella landi. Feløg, sum sjálv ikki eiga skip, fáa 30.000 tons av makreli við Eysturgrønland. Feløgini, sum vunnu lutakastið í gjár, eru Arsuk Food, Kitaa Seafood, Lilleholm Food, Malik Seafood, Sermilik og Rodebay Fish. Tað sigur stjórin á Heilsufrøðiligu Starvstovuni eftir at Vinnukærunevndin hevur givið hummaraveiðumonnum viðhald í tveimum kærum um avgerðir hjá stovninum. Vinnukærunevndin hevur viðgjørt tvær kærur frá hummarafiskarum. Í báðum førum er niðurstøðan, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan má viðgera málið av nýggjum. Niðurstøðan broytir mannagongdirnar hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni grundleggjandi, sigur Bárður Enni, stjóri í Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Leygardagin er norðoyastevna, og sostatt byrjar hetta kappróðrarárið eisini av álvara. Og tey, sum eru áhugað í kappróðri, fáa nú eina nýggja tænastu at brúka, har tey fáa kunnað seg um kappróðrarúrslit og hagtøl. Ein arbeiðsvanlukka á skipasmiðjuni á Skála fyrrapartin hevur kravt eitt mannalív. Klokkan hálvgum tíggju fekk alarmsentralurin fráboðan um arbeiðsvanlukkuna. Talan var um ein spreinging á arbeiðsplássinum, sigur vakthavandi, sum enn ikki kann nágreina, hvat er áfatt. Løgreglufólk, sjúkrabilur og lækni vórðu boðsend. Tað, sum eg fari at minnast best frá tíðini í Føroyum, eru teir mongu fjallatúrarnar hjá mær. Fjøllini og náttúran her eru nakað heilt serstakt, sigur Natalie. Eg var saman við pápa mínum og pápabeiggja úti á fjørðinum eftir havhestum, og tað var nakað heilt serligt. Eg legði myndirnar út á Facebook, og øll vinfólkini heima í Portugal spurdu, um eg bara drap djór, meðan eg var í Føroyum. Hatta er jú púra óvanligt í Portugal, sigur Duarte. Stovnarnir hava í eina tíð frammanundan arbeitt við evninum Rútmikkur og tónleikur , og hetta skal brúkast til skrúðgonguna og tiltakið á Djúpumýru og Drotning Margrethu Barnagarði. Partafelagið Seta, sum arbeiðir við einum endurgjaldskravi ímóti Løgmansskrivstovuni fyri mist fiskirættindi hjá garnaskipinum, Anitu, fær nú boð um ein fyrireikandi rættarfund aftrat. Sendir felagið ikki umboð á næsta fyrireikandi rættarfundin, so er sannlíkt, at rætturin fer at vísa málinum frá sær, verður upplýst á Dómaraskrivstovuni. Líkt er í løtuni til, at ætlaða endurgjaldskravið , sum partafelagið Seta hevur í umbúna at reisa ímóti Løgmansskrivstovuni, fyri at garnaskipið, Anita, misti síni fiskirættindi, verður av ongum. Í øllum førum hevur felagið ongan sakførara í løtuni, tí Jens Andrias Vinther, sakførari, sum hevur umboðað felagið, ikki umboðar felagið longur. Tað boðaði Jens Andrias Vinther rættinum frá í síðstu viku. Fyrireikandi rættarfundur skuldi verða fríggjadagin , men hann var av ongum, tí eingin umboðaði felagið. Møtir eingin á tí rættarfundinum, uttan serliga grundgeving, so kann roknast við, at rætturin fer at vísa málinum frá sær. Higartil er bert boðað frá einum endurgjaldskravi, men endurgjaldskravið er ongantíð latið rættinum. Reiðaríið boðaði frá endurgjaldskravi ímóti Løgmansskrivstovuni, eftir at táverandi løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, fyribils tók øll fiskirættindi frá skipinum, eftir at skipið varð tikið fyri ólógliga veiðu. Eftir at bæði skiparin og reiðarín vórðu dømdir í Føroya rætti, gjørdi Kaj Leo Holm Johannesen av at taka øll rættindi frá skipinum til 31. august í ár. Í fjørheyst var fyrireikandi rættarfundur. Tá bað rætturin reiðaríið koma við einum fyribils endurgjaldskravi, sum var fyri tíðarskeiðið tá táverandi løgmaður fyribils tók rættindini frá skipinum. Tað skuldi vera í desember í fjør. Einki hendi í desember, og síðani er ikki stórvegis hent í málinum, segði Jens Andrias Vinther, advokatur fyrr í mai. Nakað eftir at loyvini vórðu tikin frá skipinum, varð Anita sigld til Spania, og har liggur hon enn , tí eigararnir kunnu einki gera. Hann segði, at reiðaríið hevði roynt at fáa skipið í vinnu aðrastaðni, millum annað í Grønlandi, men tað hevur ikki borið til. Roynt hevur eisini verið at selja skipið, men tað hevur heldur ikki borið til, sigur hann. 31. august, fær Anita síni fiskirættindi aftur, og spurningurin er hvat so hendir. Sum skilst so verður málið um endurgjaldskravið neyvan avgreitt í rættinum fyri ta tíð. Sambandsflokkurin sigur at Javnaðarflokkurin og samgongan arbeiða fyri einari víðgongdari stjórnarskipan, sum brýtur við grundlógina, ríkið og ríkisfelagsskapin. Aksel V. Johannesen sigur, at talan er ikki um eitt loysingarskjal, men at ætlanin er at staðfesta avgerðararættin hjá Føroya fólki. Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Bárður Nielsen, formaður Sambandsfloksins, kjakast um stjórnarskipanina í Degi og viku í kvøld. Tí heldur 33 ára gamla samstarvið við Austfar uppat. Hetta er eisini bíligari fyri Smyril Line, sigur Rúni Vang Poulsen, stjóri í P f Smyril Line. Og hesin leisturin verður eisini brúktur í Hirtshals, har Smyril Line hevur samstarv við Blue Water. Tað samstarvið verður tillagað, og Blue Water fer framvegis at gera ymisk arbeiði fyri Smyril Line. Vil býráðið bjóða næmingum framhaldsdeild í Sankta Frans skúla, má avgerðin takast nú. Tað nyttar lítið at bjóða teimum framhaldsdeild, tá skúlaárið endar um tríggjar vikur. Tað sigur Selmar Jacobsen, skúlastjóri, í samrøðu við Skúlablaðið . Skúlastjórin vísir á pallborðsfundin í Sankta Frans Skúla fyri tveimum vikum síðani. Tá vóru býráðspolitikarar á einum máli um, at er meiriluti fyri tí í Tórshavnar Býráð so at siga alt fyri eitt, verður skúlabygnaðurin í Tórshavnar Kommunu broyttur. Tað skal gerast so Sankta Frans Skúli í Havn kann fáa sína framhaldsdeild eftir summarfrítíðina í ár, stendur millum annað í greinini á heimasíðuni hjá skúlablaðnum. Tað fer at geva fleiri møguleikan at bjóða, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sum hevur kunngjørt uppskotið til kunngerð um uppboðssøluna. Tvær ymsar sølur vera ein opin søla, sum Fiskamarknaður Føroya skipar fyri, og sum varð roynd í 2011, og ein søla við afturlatnum boði, sum Vørn skipar fyri. Seljast skulu 20.000 tons av svartkjafti, 9.000 tons av makreli, 4.000 tons av sild og 3.000 tons av toski í norska og russiska partinum av Barentshavinum. Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur sent uppskot um broytingar í revsilógini til hoyringar. Broytingarnar eru í tí partinum í revsilógini, sum eitur kynslig brotsverk. Talan er um at herða og dagføra lógina. Í galdandi lóg byrjar fyrningarfreistin, tá fólk eru fylt 18 ár. Hetta skal leingjast til fólk eru fylt 21 ár. Tað fer at gera, at fyrningarfreistin hjá teimum, sum hava verið fyri kynsligum ágangi, tá tey vóru børn ella unglingar, byrjar ikki fyrr enn tey eru fylt 21 ár. Ein onnur broyting er, at samlega við barn, yngri enn 12 ár, altíð verður at rokna sum neyðtøka. Revsiramman fyri hesi brot, sum er 12 ár, verður tó ikki broytt. Ætlanin hjá løgmanni er eisini at broyta revsilógina soleiðis, at ættleidd børn fáa somu rættarstøðu sum onnur børn, tá talan er um samlegu millum skyldfólk í fallandi legg. Listaprýðisnevndin, sum landsstýriskvinnan í mentamálum hevur sett, er farin til verka. Tríggjar milliónir krónur eru settar av til list í Glasi. Tríggjar milliónir eru eitt prosent av tí, sum handverkararnir kosta. Ætlanin hjá Mentamálaráðnum er, at arbeiðið hjá listprýðisnevndini í Glasi verður grundarlag undir framtíðar leiðreglum fyri list í almenna rúminum. Í listprýðisnevndini eru Bogi Bech Jensen, rektari á Glasi, hann er formaður í nevndini, Armgarð Weihe, fulltrúi í Mentamálaráðnum, Finn Nørkjær, arkitektur hjá BIG, Bárður í Baianstovu, arkitektur hjá Landsverki, Hansina Iversen, listakvinna og Solveig Hanusardóttir Olsen, listfrøðingur. Næstbíligasta tilboðið átti Articon. Tað er tvær milliónir meira enn tað hjá J og K Petersen. TG Verk átti dýrasta tilboðið, 44,7 milliónir krónir ella 4,2 milliónir fleiri enn bíligasta boðið. Í seinastu jazzofonini á hesum sinni hoyra vit egin løg hjá Kurt Rosenwinkel av plátu hansara The Next Step sum kom út á Verve Records í 2001. Kurt Rosenwinkel er tónaskald og spælir gittar, Mark Turner spælir tenor saxophone, Ben Street spælir kontrabass og Jeff Ballard spælir trummur. Lagt til rættis Arnold Ludvig. Stórfingin konsert við Tórshavnar Big Band og tveimum ættarliðum av frálíkum sangarum verður í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið og leygarkvøldið. Sangarar verða Jógvan Hansen, Jógvan Joensen, Mike, Rasmus Magnussen og Halelluja Sofus. Ímillum sangirnar verður sagt frá áhugaverdum hendingum í lívinum hjá Frank Sinatra saman við myndafrásøgn á stórskíggja. Birgir Kruse er frásøgumaður. Gadus varð tikin tann 20. februar, tá hann var á veg heim til Føroya av fiskileið í Barentshavinum. Rættarfundur var allan dagin í gjár í Nord Troms tingrett í Tromsø. Skiparin á Gadusi, Brandur Joensen, varð avhoyrdur í rættinum í gjár. Hanus Hansen, reiðari, og fjarritarin á Gadusi vóru eisini í rættinum. Harafturat vil politiið í Tromsø hava drigið inn virðið á fiskinum, sum Gadus, sambært norsku myndugleikunum, ikki boðaði frá. Talan er um knappliga 1,1 millión krónur í okkara pengum. Frode Stock, løgfrøðingur hjá politinum í Tromsø, segði við Útvarpið í februar, at Gadus boðaði frá 15. februar, hvussu nógv hann hevði fiskað. Men tá trolarin Gadus gavst at fiska 19. februar, boðaði hann ikki frá sambært reglunum. Tí gav vaktar og bjargingarskipið Sortland Gadusi boð um at fara til Tromsø. Skiparin og reiðaríið noktaðu at gjalda tað, sum politiið kravdi. Tí endaði málið í rættinum. Reiðaríið veitti kortini bankatrygd fyri pengunum, so Gadus kundi fara úr Tromsø tá í februar. Tunnilin er 57 kilometrar til longdar og 2,3 kilometrar djúpur. Hann skal brúkast til háferðartok á rutuni undir sveisisku alpunum millum Norður og Suðurevropa. Tunnilin fer at gera stóran mun, tí higartil er farmur fluttur á leiðini við einari millión lastbilum um árið. Hesin farmur skal nú flytast við háferðartoki gjøgnum tunnilin ístaðin. Higartil hevur heimsins longsti tunnil verið í Japan. Tann tunnilin er nú næstlongstur, meðan tunnilin undir Ermarsund nu er heimsins triðlongsti. Leygardagin er Tórshavn Marathon fyri 14. ferð, og fyri fyrstu ferð hevur áhugin at renna verið so mikið stórur, at fyriskipararnir hava verið noyddir at avmarka luttøkuna til 500 rennarar. Eitt nú er Tórshavn Marathon blivið rættiliga kent uttanlands millum marathonrennarar, av tí at útlendskir luttakarar frá undanfarnu árum fortelja um sínar upplivingar í Føroyum. Men eisini Visit Faroe Islands hevur gjørt eitt miðvíst arbeiði fyri at fáa útlendingar henda vegin at luttaka í Tórshavn Marathon. Vit marknaðarføra Føroyar upp á fleiri ymiskar mátar og ynskja at fáa ymiskar málbólkar til Føroya, og tí hava vit eisini arbeitt miðvíst við at fáa eitt nú journalistar úti í heimi at koma til Føroya at renna og síðani skriva greinar um upplivingina í teimum stóru fjølmiðlunum, sigur Súsanna Sørensen frá Visit Faroe Islands. Tað stendur annars í lógini um uppboðssøluna, sum løgtingið samtykti í apríl. Føroya Reiðarafelag metir tað sum ognartøku, og fer helst í rættin við málinum. Vil býráðið bjóða næmingum framhaldsdeild í Sankta Frans skúla, má avgerðin takast nú. Tað sigur Selmar Jacobsen, skúlastjóri í Sankta Frans skúla. Tað er landsstýriskvinnan í mentamálum, sum í síðsta enda skal taka avgerð og góðkenna verkætlanina við framhaldsdeild í Sankta Frans skúla. Íløgurnar í varandi orkuloysnirnar vaksa. Hetta stendur at lesa í frágreiðingini Renewables 2016 Global Status Rapport , ið júst er kunngjørd. Vøksturin í varandi orkuloysnum er tann størsti sum er staðfestur av teimum, sum skriva hesa frágreiðingina um altjóða støðuna á orkuøkinum. Meira enn átta milliónir fólk arbeiða nú við varandi orkuloysnum, stendur eisini í frágreiðingini Renewables 2016 Global Status Report. Tá arbeiðið, at gera 500 parkeringspláss við flogvøllin, er liðugt, verða til samans 830 parkeringspláss. Stjórin á flogvøllinum fegnast Harvið hevur Atlantic Airways flogið til samans sløk 99.000 ferðafólk fyrstu mánaðirnar í ár, átta prosent fleiri enn sama tíðarskeið í fjør. Men óvanliga nógv av ferðafólkunum í mai hava verið noydd at bíða eftir fráferðini. Avbjóðingar hava verið við flogferðsluni av tekniskum áðum. Tað er fýra prosentstig meira enn tað vanliga higartil í ár, sum íalt hevur verið fýra prosentstig betri enn sama tíðarskeið í fjør. Tá øll akfarasløgini verða tikin undir einum, vísa hagtølini hjá Akstovuni, at seld eru til samans 1148 akfør higartil í ár. Tað er 152 fleiri enn somu mánaðir í fjør. Vøksturin er góð 15 prosent. Brúkt akfør verða eisini innflutt, og fyrstu fimm mánaðirnar eru 12 fleiri brúkt akfør innflutt, 89 í ár og 77 somu tíð í fjør. Á Mentanarcaf ini hesuferð hitta vit Susanne Andreasen, stjóra á Grønlands Nationalteater, og Jenny Petersen, stjóra á Tjóðpalli Føroya. Eisini fara vit eina mini cruiseferð saman við Katrin Dahl Hanusson, har vit vitja tríggjar av leikunum, sum vóru á palli á Døgunum 2016, nevniliga íslendska leikin Ikea Travels, svenska klovnaleikin Flugo , og donsku heima við hús uppsetingina av Eitt dukkuheim. Hóskvøldið 12. mai lat Sólrún Michelsen úr hondum nýtt yrkingasavn Ein farri av fráferð. Vár í Ólavsstovu ummælir nýggja yrkingasavnið. Fyrst skapa vit bygningarnar, og síðani skapa bygningarnir okkum. Orðini eigur fyrrverandi bretski forsætisráðharrin Sir Winston Churchill, og hetta sigur nakað um týdningin av góðum arkitekturi í gerandisdegnum. Seinri í sendingini hitta vit føroyska arkitektin Høgna T. Hansen, sum starvast sum lærari á Kunstakademiets Arkitektskole, og sum sjálvur triðji, fekk donsku virðislønina fyri arkitektur Store Arne, fyri útbyggingina av nýggju marghøllini í Falkonersg rdens Gymnasium og HF Kursus á Fredriksberg. Vit fara eisini út í Saltnes, har ein forvitnislig listaframsýning við málningum eftir Leivíksmálaran Jóannis Kristiansen lat upp í farnu viku í endurreistu Gráasteinshúsunum. Vit tosa v ð Petur Martin Petersen, sum eigur málningarnar, og Alfred Olsen, sum hevur umvælt gomlu Graásteinshúsini. Ein annar partur av Døgunum 2016 var fyrilestur Suzanne Osten og Ann Sofie Bárány um barndóm og kreativitet. Børn gerast glað og bilsin, tá vaksin av álvara tosa við tey , siga Suzanne Osten og Ann Sofie Bárány millum annað í hesari samrøðuni, har tær eisini staðfesta, um tað loysir seg at lata børn, sum einans eru seks mánaðar gomul, fáa estetiskar ella fagurfrøðiligar upplivingar. Hoyr sendingina her Kanska skulu broytingarnar í rættargangslógini í sambandi við, at samkynd skulu fáa loyvi at gifta seg, aftur í Løgtingið, áðrenn støða kann takast til lógarbroytingarnar í Danmark. Ríkislógartilmælið er nú til viðgerðar í Løgmálaráðnum. Rættargangslógin skal broytast, fyri at samkynd, sum eru gift, eisini skulu hava møguleikan at skiljast. Verður niðurstøðan í Løgmálaráðnum tann, at neyðugt er at gera aðrar broytingar í lógini enn tær, sum Løgtingið hevur samtykt, skal málið aftur í Løgtingið, so tingið kann taka støðu til lógarbroytingarnar, sum eru kravdar afturat teimum, sum Løgtingið longu hevur samtykt. Sjálv hjúnabandslógin er í danska Almanna og innanríkismálaráðnum. Har kanna tey nú, hvussu kongaliga fyriskipanin um hjúnabandið kann broytast sambært samtykta upskotinum hjá Løgtinginum. Almanna og innanríkismálaráðið hevur longu svarað Heilsu og innlendismálaráðnum, at broytingin ikki kann fremjast júst eftir samtykta ríkislógartilmælinum. Nú verður kannað í Almanna og innanríkismálaráðið, hvussu hetta lógartøkniliga kann loysast. Og tað skal samskipast saman við fleiri øðrum donskum myndugleikum. Landsstýrismaðurin kann eisini áseta ein minstaprís, áðrenn sølan byrjar, og hvussu nógv verður boðið út í senn. Ætlanin er at halda tvær uppboðssølur, eina opna og eina afturlatna. Á opnu uppboðssøluni, sum Fiskamarknaðurin skipar fyri, verða seld 10.000 tons av svartkjafti, 9.000 tons av makreli, 4.000 tons av norðhavssild og 1.200 tons av botnfiski í russiska partinum av Barentshavinum. Vørn er uppboðssøluhaldari í afturlatnu uppboðssøluni. Har verða seld 10.000 tons av svartkjafti, 600 tons av botnfiski í norska partinum av Barentshavinum og 1.200 tons í russiska partinum. Keyparin rindar tað, sum uppboðssølan kostar, hálvt annað prosent av tí, hann keypir fyri, í opna uppboðnum og 0,75 prosent í tí afturlatna. Gjaldast skal í hondina við hamarsslag. Pengarnir fyri keypta fiskin verða kravdir so hvørt, fiskurin verður avreiddur. Men alt skal kortini vera goldið nýggjársaftan, sama, um fiskurin ikki er avreiddur tá. Ta avgerðina tók Økistænastan hjá Skálafjarðarsamtakinum fyri tveimum mánaðum síðan, eftir at stríð hevði tikið seg upp um framtíðina hjá eldrasambýlinum. Avgerðin hjá Skálafjarðarsamstarvinum elvdi til stóra misnøgd millum fólk á Skála, sum savnaðu undirskriftir inn fyri at varðveita sambýlið. Eftir at hava verið og vent í Runavíkar Býráð tók samstarvið málið upp til nýggja viðgerð og avgjørdi at gera sambýlið til eitt dagtilhald fyri minnisveik. Ætlanin við dagtilhaldinum er at stuðla heimabúgvandi, ið hava fingið staðfest demenssjúku, til ein virðiligan, virknan og innihaldsríkin gerandisdag í góðum felagsskapi, so tey kunnu búgva heima sum longst, umframt at veita avvarðandi ein lætta, vegleiðing og stuðul. Londini siga, at stjórnin í Sýria hevur ikki virt eina avtalu um, at umfatandi neyðhjálp skuldi veitast neyðstøddum í Sýria 1. juni, sum var í gjár. Í gjár fingu tey fyrstu ferð neyðhjálp, men nú verður sagt, at talan bara var um smáar nøgdir av heilivági og øðrum neyðsynjarvørum, sum ikki var matur. Í 2030 skal øll el orkan í Føroyum koma frá grønum orkukeldum. Tað er málið hjá SEV. Og tað var eisini ein grundgeving fyri, at SEV fekk norðurlendsku náttúru og umhvørvisvirðislønina fyri 2015. Um dagarnar fingu vit so eitt boð uppá, hvat tað kann merkja. Boðið kemur frá Terja Nielsen, sum hevur tikið hægri leiðsluútbúgving í varandi orku. Høvuðsuppgávan hjá verkfrøðinginum, sum dagliga er verkætlanar og menningarleiðari hjá SEV, er eitt ítøkiligt boð uppá, hvussu øll orka á landi kann gerast grøn í 2030. Á síðulinjuni stendur Røkt. Orkufelagið við rótum í Vestmanna hevur sett sær ambitiøsa málið um at framleiða 25 prosent av tí elorku, sum føroyska samfelagið hevur brúk fyri. Felagið sær stórar møguleikar á økinum við Heygadal og Mýrarnar omanfyri Vestmanna. Røkt hevur eina tilsøgn frá landsstýrinum um at fara ígongd, men tilsøgnin er treytað, og tí sleppur felagið ikki í gongd enn. Herfyri fekk ein føroyingur patent upp á eina grøna orkuloysn. Enn er ætlanin bara á tekniborðinum, men prinsippið er somikið serstakt, at tað við fíggjarligum stuðli úr Vinnuframa er komið gjøgnum nálareygað hjá evropeiska patentmyndugleikanum, EPO. Í sendingini hoyra vit uppilagsta skiparan, Absalon Absalonsen í Havn, greiða frá patentinum hjá sær. Vit hoyra ævintýrið, Pinkulisa, sum H.C. Andersen skrivaði og Marius Johannesen týddi til føroyskt. Leikarar eru Katrin Nolsøe, Vár Berghamar Jacobsen, Gundur Mortensen, Maria Lyaager Jacobsen, Ingrid Jacobsen, Adelborg Linklett. Pauli Magnussen er tøkningur, og Vár Berghamar Jacobsen sigur frá og leggur til rættis. Vit hoyra ævintýrið, Pinkulisa, sum H.C. Andersen skrivaði og Marius Johannesen týddi til føroyskt. Leikarar eru Katrin Nolsøe, Vár Berghamar Jacobsen, Gundur Mortensen, Maria Lyaager Jacobsen, Ingrid Jacobsen, Adelborg Linklett. Pauli Magnussen er tøkningur og Vár Berghamar Jacobsen sigur frá og leggur til rættis. Ein persónur er fluttur á sjúkrahús, eftir at at ein bilur og ein skutari vóru í einum ferðsluóhappi við vegoyggjarnar á Hvítanesvegnum í Hoyvík fyrrapartin. Enn er óvist, júst hvat er hent og hvussu álvarsamt óhappið er. Hvítanesvegurin varð fyribils stongdur, men nú er aftur koyrandi, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn. Vit hoyra ævintýrið, Pinkulisa, sum H.C. Andersen skrivaði og Marius Johannesen týddi til føroyskt. Leikarar eru Katrin Nolsøe, Vár Berghamar Jacobsen, Gundur Mortensen, Maria Lyaager Jacobsen, Ingrid Jacobsen, Adelborg Linklett. Pauli Magnussen er tøkningur, og Vár Berghamar Jacobsen sigur frá og leggur til rættis. Vit hoyra ævintýrið, Pinkulisa, sum H.C. Andersen skrivaði og Marius Johannesen týddi til føroyskt. Leikarar eru Katrin Nolsøe, Vár Berghamar Jacobsen, Gundur Mortensen, Maria Lyaager Jacobsen, Ingrid Jacobsen, Adelborg Linklett. Pauli Magnussen er tøkningur, og Vár Berghamar Jacobsen sigur frá og leggur til rættis. Vit hoyra ævintýrið, Svínadrongurin. H.C. Andersen skrivaði og Heri Jacobsen týddi til føroyskt. Vár Berghamar Jacobsen leggur til rættis og er tøkningur. Páll Danielsen sigur frá. Leikarar eru Erling Eysturoy, Vár Berghamar Jacobsen, Jens Tummas Næs, Gunnvá Zachariasen, Erling Eysturoy og Gundur Mortensen. Tað er um hesa tíðina, at fólk verða liðug við útbúgvingarnar, og í hesum sambandi eru tað eisini fleiri, ið skulu standa sveinaroyndina. Hjá Mariu Johannesen gekk sveinaroyndin í apríl so mikið væl, at í fyrradagin varð hon boðin á ráðhúsið í Keypmannahavn til sjálva Margretu drotning at fáa eina bronsumedalju handaða. Tað er stuttligt at hava fingið eina slíka medalju, og kanska kann tað hjálpa mær, tá eg skal leita eftir arbeiði, sigur Maria Johannesen, sum tó ikki fer út á arbeiðsmarknaðin alt fyri eitt, tí í næstum fer hon í barnsburðarfarloyvi. Í morgunsendingini fortaldi Maria Johannesen millum annað, hvussu hon fyrireikaði seg til at hitta drotningina, hvat hon fekk at vita um klæðini, hon skuldi vera í til handanina, og hvussu hon skuldi heilsa upp á drotningina. Bárður Jákupsson hevur tey seinastu árini savnað eina sera breiða viftu av myndlistini hjá heiðursborgaranum, Williami Heinesen, í eina sjáldsama, stórbæra bók. Eini 2500 sjófólk, serliga í handilsflotanum, hava ikki søkt um at fáa nýtt vinnubræv, og nú tað stundar til evstamark á nýggjárinum, rópar stjórin í Sjóvinnustýrinum varskó. Eru umsóknirnar ikki okkum í hendi fyri 1. september, so kunnu vit ikki veita trygd fyri, at vinnubrøvini verða endurnýggjað til tíðina, sigur Hans Jóhannes á Brúgv. Soleiðis sigur Heiðrun Petersen, sum í fyrradagin var til upptøkuroynd tað mesta av degnum fyri at fáa fast starv sum 1. violinistur í symfoniorkestrinum hjá Danmarks Radio. Eitt starv, sum er rættiliga høgt í metum millum violinistar í Danmark. Eg skuldi spæla í fleiri umførum fyri eini dómsnevnd, men eg sat aftan fyri ein vegg, soleiðis at tey ikki kundu síggja, hvør violinisturin var, sigur Heiðrun Petersen. Í morgun klokkan 08 14 kom fráboðan til 112 um eitt álvarsamt ferðsluóhapp á Hvítanesvegnum í Hoyvík. Ein skutari og ein vøruvognur stoyttu saman, upplýsir løgreglan í tíðindaskrivi. Sjúkrabilur og løgregla vóru skjót á staðnum, og førarin á skutaranum varð fluttur á Landsjúkrahúsið. Seinni varð staðfest, at maðurin var deyður av løstinum, hann fekk. Talan er um ein 48 ára gamlan mann. Avvarðandi eru kunnað. Løgreglan ger nú kanningar í málinum, verður upplýst í tíðindaskrivinum frá løgregluni. Arbeiðsbólkurin skal taka fleiri fylgibólkar við upp á ráð. Bólkurin fer til verka nú. Málið er, at arbeiðið skal vera liðugt um eitt ár. Síðani skal politisk viðgerð vera av tí, sum bólkurin mælir til. Ætlanin er at hava aðalorðaskifti um broytingarnar í 2017, og at fyrstu broytingarnar verða gjørdar í 2018 og 2019. Skatta og avgjaldsskipaninar kunnu samanberast við eitt klútateppi, og tí er neyðugt við broytingum, sigur Krtistina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum. Tey sjey sum manna nevndina eru Kári Petersen, formaður, Herit Albinus, Jóannes Jacobsen, Erika Hayfield, Sigurd Poulsen, Miriam Haraldsen og Petur Alberg Lamhauge. Fylgibólkar skulu vera við í arbeiðinum eftir tørvi, eitt nú løgfrøðiligir skattaserfrøðingar, kommunurnar, vinnulívið, fakfeløg, útlendskir skattaserfrøðingar og umboð fyri polittisku flokkarnar. Hon sigst vera heimsins besti blokkfloytuspælari, og í kvøld er hon at hoyra í Norðurlandahúsinum, tá norðurlendskur tónleikur er á skránni hetta saman við Mette Østergaard, mezzosopran, Toke Møldrup, sello, og Tine Fenger, klaver. Hetta eru tríggjar fyrstu heimsframførslur við verkum eftir altjóða virðisløntu tónaskøldini Hans Gefors úr Svøríki og føroyska Sunleif Rasmussen. Michala Petri var í morgunsendingini, greiddi frá konsertini og tí, hon annars tekst við. Og so hevði hon eisini blokkfloytuna við og spældi eitt stykki. Kári ger matin í einum púra vanligum húsarhaldskøki, og hesin køkur er í Nýggjustovu í Gongini í Havn, eini hús, sum eru 400 500 ára gomul. At koma frá Atera í New York, sum hevur tvær Michelin stjørnur, og heim til Føroya at kóka ræstan fisk og blóðpylsu er sum at ferðast aftur í tíðina, sigur Kári Kristiansen, ið er ógvuliga spentur upp á uppgávuna sum høvuðskokkur á Ræst, nýggjastu matstovuni í landinum. Tað gongur væl fíggjarliga í Eiðis kommunu. Eiðis kommuna hevði metár í fjør, men tølini higartil í ár benda á, at 2016 verður upp aftur betri, hóast kommunan við ársbyrjan lækkaði skattin við tveimum prosentum Tað skuldi eftir øllum at døma givið minni í kommunukassan á Eiði, men so er ikki. Higartil í ár kommunan fingið umleið átta milliónir krónur inn í skatti, 100.000 krónur fleiri enn sama tíðarskeið í fjør. Fólkavøkstur er eisini í kommununi, komið er upp um 700 fólk fyri fyrstu ferð í 10 ár. 701 fólk búgva i Eiðis kommunu. Tað er 40 fólk fleiri, enn fyri trimum árum síðani. Av tí at maðurin er yngri enn 21 ár, er fongsulsrevsingin lækkað úr seks niður í fimm ár. Maðurin varð varðhaldsfongslaður 11. februar, tí hann var undir illgruna fyri at hava ætlað at gera eina bumbu. Ákæruvaldið segði, at maðurin hevði útvegað sær løg við tí endamáli at bresta eina sjálvmorðsbumbu, so hann kundi gerast pínslarváttur. Í juni í fjør varð maðurin tvær ferðir steðgaður í Turkalandi, tá hann, sambært ákæruvaldinum, royndi at sleppa til Sýria at kríggjast saman við Islamskum stati. Tá tey hjá fútanum varnaðust, at støðan var broytt eftir lógarbroytingina, varð gjørt vart við hetta hjá Heilsumálaráðnum. Tað fyri einum ári síðani. Linda Hesselberg hjá Fútaembætinum sigur, at hon svaraði danska heilsumálaráðnum tann 27. februar, har hon greiddi frá støðuni. Síðani hava tey einki frætt. Skal lógin broytast, skal eitt ríkislógartilmæli gerast, ið skal í Løgtingið og Fólkatingið. Sum lógin nú er vorðin, krevur hon nógv arbeiði bæði hjá ákæruvaldinum og Føroya rætti. Fólk, sum játta seg sek í at hava eitt nú 0,1 gramm av hashi, skulu ákærast og møta í rættinum. Fyrr bar til at avgreiða slík mál við at geva fólki eina bót. Øll 66 fólkini, sum vóru við, doyðu. Í gjár vórðu signal staðfest úr øðrum av svørtu kassunum. Leitað verður á einari leið, sum er ein góðan fjórðing til víddar. Sambært egyptiska loftferðslumálaráðnum er eitt skip á veg við tólmennum, sum kunnu kava niður á botn og taka svørtu kassarnar upp. Skipið verður á leiðini um eina viku ella so. Dýpið, har flogfarið datt niður, er umleið tríggjar kilometrar, millum griksku oynna Kreta og norðara part av egyptisku strondini. Tey, sum kanna málið, siga, at enn er ov tíðliga at koma við einari niðurstøðu, men møguleikin fyri at ein yvirgangsatsókn varð framd í flogfarinum, verður ikki útihýstur. Í sendingini var eitt nú víst á eitt skriv frá fyrrverandi stjóranum í Eik, Jørn Astrup Hansen, frá februar 2011, har stjórin útgreinaði skattligu viðurskiftini hjá bankanum. Niðurstøðan í skrivinum var greið Eik hevði ikki rætt til nakran skattafrádrátt fyri niðurskrivingarnar av ognunum, sum Eik yvirtók frá gamla Eik. Hetta er júst tað, sum Eik hevur gjørt í skattamálinum bankin hevur sostatt gingið beint móti tí, sum fyrsta leiðslan fyri bankan samtykti. Men í skrivinum, sum Eik sendi til almenningin í farnu viku, kennist Eik ikki við skjalið, sum undanfarni Eik stjórin skrivaði um skattligu viðurskiftini hjá bankanum. Kringvarpið hevur tó fingið at vita, at skjalið var sent nevndarformanninum í Eik minst tvær ferðir. Fyrstu ferð skjalið var sent honum var 19. mai 2011. Tað vil siga, stutt eftir at nýggj leiðslan var komin til í bankanum eftir, at TF Holding hevði keypt meirlutan í bankanum. Tá var skjalið sent til nevndarformannin, sum ein vanlig kunning. Eik skrivar til Kringvarpið, at tað ber ikki til at afturvísa, at tilfarið var sent nevndarformanninum. Men tíverri so liggur tað á gomlu teldupostadressuni. Eik skrivar, at tilfar hjá hjá bankanum eigur at goymast á skjalagoymsluni hjá bankanum. Ábyrdina í hesum førinum eigur táverandi stjórin Jørn Astrup Hansen, skrivar Eik. Tískil heldur bankin ikki, at hann hevur ábyrdina av, at nevndarformaðurin ikki hevur atgongd til teldupostar frá 2011 og 13. Eik skrivar Tískil eigur spurningurin at vera vendur um er tað nóg gott, tá táverandi stjórin í bankanum Jørn Astrup Hansen ikki goymir og skrásetir eitt skjal, ið hann sjálvur metir er av stórum týdningi fyri bankan Svarið er sjálvsagt nei. Søkja Føroyar um limaskap í EFTA, verður tað ikki fyri at gerast partur av EBS avtaluni, sum EFTA londini hava við ES, men fyri at kunna gerast partur av teimum handilsavtalum, sum EFTA hevur við onnur lond. Føroyar kunnu ikki gerast partur av EBS avtaluni við ES, tí har er ES limalandið Danmark mótpartur. Danmark er samstundis ein eindarstatur, og góðtekur tí ikki, at Føroyar sum partur av Danmark, eisini er partur av EBS. Føroyskur EFTA limaskapur er ein deyð sild, sigur Báður Nielsen. Ikki tí, handilsavtalurnar hjá EFTA kunnu vera góðar í sjálvum sær. Men tað, sum krevst, er at liðugtgjørdar føroyskar fiskavørur sleppa á ES marknaðin uttan tollforðingar. Frí atgongd til ES marknaðin krevur kanska, at ES vil hava burtur av føroysku uppsjóvarkvotuni. Í hvussu er, er lítið sannlíkt at ES fer at gera nakra avtalu við Føroyar, so leingi ósemja er um býtið av heildarkvotuni sum nú um svartkjaftin. Kári Petersen, búskaparfrøðingur, er formaður í skattanevndini, sum skal vera liðug við sítt tilmæli um allar skatta og avgjaldsskipanirnir hjá landinum í juni 2017. Stjórin á Landsverki, Ewald Kjølbro, skjýtur upp, at gjald verður lagt á allar tunlarnar, ið skal fíggja viðlíkahald av undirstøðukervinum, tað eru vegum, brúm og tunlum. Ewald Kjølbro sigur, at játtanin á fíggjarlógini til viðlíkahald røkkur als ikki, og samlaða eftirsleipið er 375 milliónir krónur. 375 milliónir er hálva níggjundu ferð rakstrarjáttanina, og vit hava upp í sjey ferðir størri eftirsleip enn londini, vit samanbera okkum við. Ewald Kjølbro sigur í ársfrágreiðingini hjá Landsverki, at tunlar eru í minsta lagi tríggjar ferðir so dýrir at reka sum vanligir vegir. Varð gjald lagt á allar tunlarnar, og ikki bara undirsjóvartunlarnar, kundi tað verið munandi lægri, enn gjaldið er fyri at koyra í Vágatunlinum og Norðoyatunlinum nú, tí tá høvdu nógv fleiri brúkarar goldið. Ein annar møguleiki er at nýta ein part av skrásetingargjaldinum, vektgjaldinum, mvg og avgjøldum á brennievni til viðlíkahald. Henda upphæddin er 360 milliónir krónur í ár. Sostatt fara bara 12 prosent av inntøkunum frá bileigarum til at halda undirstøðukervið viðlíka, verður sagt í ársfrágreiðingini hjá Landsverki. Seine áin er øgiliga stór og verður væntandi metrar størri seinnapartin enn vanligt. Myndugleikarnir í býnum hava stongt fleiri kend søvn. Søvnini eru nærhendis áarbakkanum, eitt nú heimskenda listasavnið Louvre. Savnsfólk hava seinastu dagarnar tryggja savnið, og listaverk eru flutt úr bygningunum. Á tíðindafundi í Berlin í gjár, segði samveldiskanslarin, at tað sjálvsagt er bretska fólkið, ið skal atkvøða um spurningin tann 23. juni. Hetta fær nú yvirlæknan og formannin í Serlæknafelagnum, Hans Jacob Simonsen, at rópa varskó. Hans Jacob Simonsen stúrir fyri, at tað ikki er forsvarligt at búgva í Føroyum, so ring sum støðan í sjúkrahúsverkinum er. Føroyar og Kosovo spæla altjóða skrásettan venjingardyst í Frankfurt í kvøld. Talan er um fyrsta dystin av hesum slagnum hjá Kosovo. Men uppgávan hjá føroysku leikarunum nýtist ikki at verða løtt í kvøld, tí fótbóltur er ein stór ítrótt í Kosovo og allir leikararnir uttan ein spæla í øðrum enn heimligu deildini. Sigfríður Clementsen, fótbóltsvenjari og viðmerkjari, vitjaði morgunsendingina og segði millum annað, at dysturin kann koppa báðar vegir. Leikararnir hjá Kosovo eru ivaleyst ógvuliga tendraðir undan teirra fyrsta altjóða skrásetta dysti nakrantíð, meðan føroysku leikararnir eisini hava sítt at spæla fyri. Fólk hjá Skjalasavninum hava greitt frá gomlum skjølum, ið eru at síggja á alnetinum, umboð fyri Fornminnissavnið hava greitt frá, hvussu útgrevstrar kunna endurskapast í 3D, og hvussu arbeitt verður við dronum í útgrevstri. SavnsGull hevur greitt frá, hvussu tað gongur við at bjarga av kringvarpssavninum. Fólk hjá Landsbókasavninum hava greitt fólki frá, hvussu føroysku bløðini verða talgildað. Fróðskaparsetrið er eisini við, og tey greiða frá talgildingini av orðaseðlunum og grundarlagnum undir orðabókaarbeiðinum. Okkara mentanararvur verður talgildaður, og tað skulu vit øll hava ágóðan av. Tí gleða vit okkum at greiða frá okkara arbeiði, sigur Mass Hoydal, sum hevur samskipað tiltakið. 2016 kann verða eitt ógvuliga spennandi róðrarár, og fleiri broytingar eru. Samanborið við fyrsta róðurin í fjør er luttøkan til Norðoyastevnu sera góð. Meginparturin av nevndini í Róðrarsambandinum er skift út, og so er endaliga avrátt, at eftir tvey royndarár við 1000 metrarteini, er tað teinurin, ið rógvast skal í framtíðini. Tað merkir, at tað eru spennandi avbjóðingar fyri framman. Solby A. Christiansdóttir greiddi í morgunsendingini frá róðrarárinum 2016. Útvarpið fer at siga frá øllum róðrunum í ár. Teir verða eisini stroymdir á heimasíðuni, kvf.fo og vístir beinleiðis í sjónvarpinum. Í økjum, har vinnulívið stendur sterkt, eru nøkur sjónarmið ráðandi, sum sjáldan vinna vegin fram til heitu stólarnar á almennu skrivstovunum í høvuðsstaðnum. Í økjum, har nógv tímalønt verkafólk er, eru eisini sjónarmið, sum sjáldan vinna vegin fram til stólarnar í umsitingini, sigur hann. Bill Justinussen sigur, at sum heild bendir samansetingin av nevndarlimum á, at fleiri týðandi og viðkomandi sjónarmið á skattaøkinum fara at verða lítið viðgjørd í skattanevndini, meðan onnur sjónarmið verða væl umboðað, og enntá ov væl umboðað. Skal arbeiðið í eini skattanevnd hava tyngd og undirtøku, bæði á tingi og mest av øllum millum fólkið, er neyðugt, at øll sjónarmið verða vigað og viðgjørd á so sakligum og óheftum grundlagi sum gjørligt, sigur Bill Justinussen í viðmerkingunum til fyrispurningin til Kristinu Háfoss. Big Creek Slim, sum danski bluestónleikarin Marc Rune kallar seg, er í Føroyum. Saman við Una Debess fer hann at spæla í Havnar klubba í kvøld og í Caf Fríðu í annaðkvøld. Aftrat sangunum greiddi Marc Rune frá síni tónlistarligu yrkisleið, Uni Debess fortaldi um teirra samstarv. Og so skuldu teir eisini lýsa hvønn annan við tveimum orðum hvør. Í dag fellur dómur í Hægstarætti í sakarmálinum millum landsstýrið og Heilsumálaráðið og Region Hovedstaden um pengarnar fyri viðgerðina, sum ein filipinskur sjómaður fekk á Sct. Hans sjúkrahúsinum í Danmark. Landsstýrið krevur góðar 3,8 milliónir krónur aftur umframt rentu frá 7.apríl í fjør at rokna. 7.apríl í fjør fekk Region Hovedstaden góðar 10 milliónir og 250.000 krónur úr landskassanum sambært dóminum hjá Eystari landsrætti. Filipinski sjómaðurin var við føroyskum skipi. Føroya rættur dømdi hann í viðgerð í Danmark, hóast tað sambært løgtingslóg er føroyska sjúkrahúsverkið, sum avger, hvør skal í viðgerð uttanlands. Landsstýrið og Heilsumálaráðið halda upp á, at landskassin skal bara rinda fyri viðgerðina eftir at Almanna og heilsumálaráðið, sum tað kallaðist tá, fekk at vita um sjómannin á Sct. Hans og eisini fekk at vita, at Region Hovedstaden ikki ætlaði sær at gjalda fyri viðgerðina. Region Hovedstaden vann bæði í Føroya rætti og í Eystara landsrætti. Men landsstýrið fekk loyvi til at fara í Hægstarætt við málinum, tí tað er prinsipielt. Málið er ikki bara um pengarnar, sum viðgerðin kostaði, men eisini um lógir. Føroyingar vilja hava Hægstarætt at staðfesta, at føroyska lóggávan um sjúkrahúsverkið eigur ikki at víkja fyri donskum lógum. Heilsumálaráðið fekk danska advokatin Ole Spiermann at hava málið í Hægstarætti, tí hann er serfrøðingur í heimastýrisskipanini. Sakarmálið byrjaði beint fyri nýggjár í 2010, tá Region Hovedstaden stevndi landsstýrinum og Heilsumálaráðnum. Bottom of Form 1 Heilsumálaráðið tapti eisini trætumálið við danskar myndugleikar í Hægstarætti í dag. Føroyskir myndugleikar skulu rinda fyri viðgerðardómin hjá einum útlendskum sjómanni. Men landsstýrið kravdi at fáa góðar 3,8 milliónir krónur aftur umframt rentu frá 7. apríl í ár at rokna. Filipinski sjómaðurin var við føroyskum skipi. Føroya rættur dømdi mannin í viðgerð í Danmark, hóast tað sambært løgtingslóg er føroyska sjúkrahúsverkið, sum avger, hvør skal í viðgerð uttanlands. Vinnukærunevndin hevur biðið Heilsufrøðiligu Starvsstovuna um at viðgera málið av nýggjum. Sambært alilógini skulu takast atlit at eitt nú hummaraveiðuni, men tað er ikki gjørt í viðgerðini hjá Heilsufrøðiligu Starvstovuni, er niðurstøðan hjá Vinnukærunevndini. Tað hevur drigið út at seta nýggjan aðalstjóra í Uttanríkis og vinnumálaráðnum. Og tað fer at draga enn longur út, sambært eini fráboðan frá Løgmansskrivstovuni . Hóast skikkaðir umsøkjarar eru til starvið, eri eg, út frá einari heildarmeting, komin til ta niðurstøðu, at best er at lýsa starvið av nýggjum, sigur løgmaður. Tíggju umsóknir vóru til aðalstjórastarvið, tá tað varð lýst leyst. Av teimum tíggju vórðu tvær umsóknir tiknar aftur, upplýsir Løgmansskrivstovan. Starvið sum aðalstjóri í Uttanríkis og Vinnumálaráðnum skuldi eftir ætlan verða sett fyrsta mai. Starvið varð lýst leyst í februar, og freistin at søkja starvið var 7. mars. Grundgevingin er, at hann hevur holla vitan um uttanríkisøkið og vinnulívið. John Rajani hevur fyrr verið sendimaður í London og stjóri í BankNordik. Setanarbólkurin heldur, at hann er mentur at kunna taka tungar og truplar avgerðir, og hann hevði dugað væl at sparra við landsstýrismannin. Men tað heldur landsstýrismaðurin ikki. Poul Michelsen heldur, at John Rajani er ógegnigur at viðgera alt aliøkið, alt teleøkið og partar av bankaøkinum. Høvuðsorsøkin er, at svágur hansara er nevndarformaður í Bakkafrost, sysktinabarn hansara er Regin Jacobsen, sum eigur Bakkafrost, og ein annar svágur hansara er stjóri á FøroyaTele. At John Rajani varð frávaldur sum bankastjóri í BankNordik, helt Poul Michelsen, fer at hava ávirkan á hansara ráðgeving og kann vekja iva, um hann heldur við einum av pørtunum. Poul Michelsen og John Rajani hava eisini fyrr arbeitt saman. Tað samstarvið gekk heldur ikki serliga væl, sambært landsstýrismanninum. Setanarbólkurin hevur kortini tikið støðu til gegnið hjá John Rajani, og metir ikki, at hann er ógegnigur. Setanarbólkurin metur, at John Rajani hevur neyðuga styrki, integritet og sjálvstøði til at tryggja, at ósaklig atlit ikki verða tikin í málsviðgerð ella avgerðum í starvinum. Í tríggjar mánaðir hevur John Rajani bíðað eftir, um hann fór at fáa aðalstjórastarvið í Vinnu og uttanríkisráðnum. Starvið varð lýst leyst í februar, freistin at søkja var 7. mars, ætlanin at seta starvið 1. mei. Men ikki fyrr enn í dag fekk John Rajani at vita, at starvið, sum aðalstjóri í Vinnumálaráðnum fór at verða lýst leyst av nýggjum, hóast ein samdur setanarbólkur, har millum annað Marjun Hanuserdóttir, løgmaður, Rúni Joensen, aðalstjóri í Samferðlsumálaráðnum eru við, hevði innstillað hann sum nummar eitt. Muhammad Ali hevur í 32 ár liðið av sjúkuni Parkinson og varð hósdagin innlagdur, tí hann hevði trupulleikar við andadráttinum. Og í morgun vildi likam hansara ikki meira. Ali, ið varð doyptur Cassius Clay, men broytti navnið, tá hann tók við islamskari trúgv og gjørdist muslim, var trífaldur heimsmeistari í tungvekt í nevaleiki. Muhammad Ali, ið vann olympiskt gull á olympisku leikunum í Rom í 1960, gjørdist á fyrsta sinni heimsmeistari, tá hann vann á Sonny Liston í 1964. Hann gjørdist eisini fyrsti nevaleikari, ið vann heimsmeistaraheitið tríggjar ferðir. Tá hann loksins gavst í 1981, hevði hann vunnið 56 av 61 nevaleikum. Muhammad Ali stríddist eisini fyri borgararættindunum hjá littum í USA, og sýtti eisini í 1967, mitt í sínum bestu árum sum nevaleikari, at luttaka í Vietnam krígnum. Eg ætli mær ikki at kríggjast fyri valdsmikla USA og skjóta fátøk fólk. Vietcon er ikki mín fíggindi. Teir hava ongantíð kalla meg negari, segði Ali. Avgerðin gjørdi, at honum varð sýtt at boksa í trý ár. Muhammad Ali luttók í nøkrum av størstu nevaleikum í søguni, har tann størsti uttan iva var The Rumble In The Jungle í Zaire, nú Congo, í 1974, tá Ali tók øll á bóli og endurvann heimsmeistaraheitið, tá hann basti George Foreman. Í sambandi við 25 ára haldið fyri Ørkina hevur stýrið havt fund og skipað seg av nýggjum. Árni Jacobsen, sum hevur verið í stýrinum síðstu 15 árini og formaður síðstu mongu árini, er farin frá sum formaður og farin úr stýrinum. At vit framhaldandi hava eitt gott og væl rikið gistingarhús, sum samstundis er eitt kristiligt heim, sigur Jonhard Joensen í sambandi við, at hann tók við sum formaður. Kvikleikin var ein stórur fyrimunur hjá Mohammad Ali. Hann var lættur á fótum sum fáur og flutti seg nógv í ringinum. Skjótu rørslurnar ørkymlaðu mótstøðumenninar. Hevur tú heldur hug at fylgja við, meðan tú sólar tær uttandura, so er bara at tendra útvarpið, sum somuleiðis byrjar klokkan 15.00. Avgerðin at vraka tilmælið frá einum samdum setanarbólki um at seta John Rajani í starv sum aðalstjóri í Uttanríkis og vinnumálaráðnum, og lýsa starvið leyst av nýggjum, undirgrevur rættartrygdina, heldur Jóannes Dalsgaard. 200 útlendskir luttakarar vóru av teimum tilsamans 500, ið runnu og gingu heilt og hálvt marathon. Hetta eru tvífalt so nógvir útlendskir luttakarar sum í fjør og Tórshavn Marathon hevur veruliga vakt áhuga millum marathonrennarar uttanlands. Føroysku rennararnir stóðu seg sera væl í kappingini og vunnu gullmerki í heilum marathon hjá kvinnum og monnum og í hálvum marahton hjá monnum. Hálvt marathon kvinnur 1 Sara Camille B. Christensen DK 01 37 54 2 Ann Mari av Skarði FO Bragdið 01 47 33 3 Ingrid Hofgaard FO Bragdið 01 47 37 Eftir meira enn 10 ár sum stjóri fyri lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum, hevur Snorri Fjallsbak nú ynskt at fara frá. Snorri gerst í staðin ráðgevi hjá Fíggjarmálaráðnum. Áðrenn Snorri gjørdist stjóri, arbeiddi hann á lønardeildini í 4 ár. Hann hevur eisini verið rektari á Føroya Studentaskúla og HF skeiði og var í nógv ár eisini lærari har. Helena Dam á Neystabø er forkvinna í mentamálanevndini sigur, at niðurstøðurnar hjá mentamálaráðnum eru tær, at tað ikki er ein royndarverkætlan at skipa framhaldsdeild í Sankta Frants skúla sambært fólkaskúlalógini. Skal ein broyting gerast í skúlabygnaðinum sum viðførir, at man vil hava framhaldsdeild, so skal tað fara fram sambært fólkaskúlalógini. Tað merkir, at man setur umboð fyri øll skúlastýrini í ein arbeiðsbólk at fyrireika hvussu tann nýggi bygnaðinum í Tórshavnar kommunu so skal síggja út og hetta tekur longur tíð enn fram til summarfrítíðina at gera, sigur Helena Dam . Tað staðfestir Vinnukærunevndin í niðurstøðu, har hon heimvísir avgerðini hjá Heilsufrøðiliu Starvstovuni um broytinar í aliøkjum hjá Bakkafrost í fýra førum. Tað er Hummaraveiðufelagið og Poul Eiden Muller, sum hava kært avgerðina hjá Heilsufrøðiligu Starvstovuni um staðsetingina av aliøkið A 63 hjá Bakkafrost í Árnafirði umframt broytingar í trimum aliøkjum í Sundalagnum og teir hava fingið viðhald. Bakkafrost hevur ikki verið kunnað nóg væl, og niðurstøðan byggir ikki á tøl um hummaraveiðu, sigur Christian Andreasen, advokatur hjá Bakkafrosti millum annað í einum skrivi til Vinnukærunevndina. Veiðan kann vera ávirka av nógvum ymiskum viðurskiftum, sigur skrivarin hjá Vinnukærunevndini í einum teldubrævið Christian Andreasen tann 14. apríl. Nevndin saknar tó stovnsmetingar í síni viðgerð. Eingin tøl eru, sum kunnu siga okkum nakað um, hvussu hummarar, krabbar og onnur skeljadjór í Føroyum hava tað og tað eru heldur ikki útlit fyri, at stovnsmetingar verða gjørdar í bræði. Bjørn Kalsø, løgtingsmaður, spurdi Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, hvussu nógv hækkaðu avgjøldini hava kostað bileigarum í ár. Í ár komu 800.000 litrar av bensini minni, men tríggjar milliónir litrar meira av dieselolju til Føroya. Ein litur av bensini kostar 16 oyru meira nú enn 18. september í fjør. Men ein litur av dieseli er 15 oyru bíligari nú. Skattanevndin, sum landsstýriskvinnan setti í síðstu viku, skal eisini viðgera avgjøldini á brennievni. Skulu lúsatølini almannakunngerast, krevst greið heimild í djórasjúkulógini, sigur landsstýrismaðurin, sum hevur svarað fyrispurningi um lúsateljingar. Bjørn Kalsø, løgtingsmaður, spurdi, hví lúsatølini skulu almannakunngerast. Poul Michelsen svarar, at alarar kunnu betur skipa arbeiðið at tálma laksalúsini, um alarar kenna smittutrýstið frá alibrúkunum í grannalagnum. Harafturat eru lúsatølini mett at hava áhuga hjá teimum, sum fiska, eisini hjá teimum, sum fiska í áum og vøtnum, og hjá fólki yvirhøvur í Føroyum. Poul Michelsen sigur harafturat, at ætlanin er at fáa heimild í djórasjúkulógini at krevja, at alarar almannakunngera, hvussu teir viðgera móti laksalús við heilivági. Tí tá Bjørn Kalsø spyr, um vit kunnu vænta aðrar broytingar í djórasjúkulógini, svarar Poul Michelsen, at ætlanin er at gera líknandi áseting fyri medisinskar viðgerðir í alibrúkum, og tað við somu grundgeving sum við lúsatølum. Bjørn Kalsø vildi eisini hava at vita, um landsstýrismaðurin í alimálum heldur, at tamarhald er á lúsatrupulleikunum í alivinnuni í Føroyum. Svarið er, at alibrúk, sum hava serliga stórar trupulleikar, fáa álagt at taka laksin og ella seta út færri smolt næstu ferð. Í desember í fjør vóru meira enn tvær ferðir so nógvar kynsbúnar kvenlýs sum árið fyri. Lars Bonde er samtaksstjóri í Tryg og Stjóri í tryggingarfelagnum, TRYG Danmark. Nevndin í TF Holding velur einsamøll nevndina í Tryggingarfelagnum, og nýggj nevnd í Tryggingarfelagnum varð vald á eykaaðalfundi tann 27. mai, eftir at TF Holding hevði fingið nýggja nevnd. Hinir limirnir í nevndini eru Ingeborg Godtfred, Karl Birgir Isaksen, Teitur Samuelsen, Sonni L. Petersen, John Eystberg og Selinda í Heiðunum. 0., 31. og 32. partur Gargantagongustjørnan. 1. 3. partar Lítli prinsur og Revur koma til eina gongustjørnu, har fólk kunnu ynskja sær serlig trø frá Gargantinum. Dagin fyri ta stóru stjørnuveistluna, tá tvær sólir standa á linju, byrja trøini at næla og vaksa. Revur ynskir sær sjálvandi eitt høsnatræ Tann gamli garganturin er farin frá, og nú skal fólkið velja ein nýggja. Men sum ikki einaferð loypa Slangan og Svørtu tankarnir split í. Óluva í Gong, forkvinna hjá sjúkrarøktarfrøðingunum sigur, at tey hava havt fleiri fundir, har tey hava lagt krøv og mótkrøv fram. Forkvinnan leggur dent á, at lønarspurningurin er altavgerandi, um tær koma á mál, tí tær vilja hava somu løn sum starvsfelagar teirra fáa í grannalondunum. Eftir at eldraøkið var lagt til kommunurnar, og nógvir limir arbeiða hjá kommunum, hevur Kommunala Arbeiðsgevarafelagið avgjørt at fylgja sáttmálanum millum sjúkrarøktarfrøðingarnar og Fíggjarmálaráðið. Nýggjur sáttmáli skuldi koma í gildi 1. oktober í fjør, men so kom løgtingsvalið ímillum og avgjørt varð at útseta samráðingarnar. Men tær broytingar, sum verða í nýggja sáttmálanum fara at virka frá 1. oktober 2015. 33. og 34. Ludostralgongustjørnan 1. og 2. partur Lítli prinsur og Revur koma til gongustjørnuna nummar743, Ludostralgongustjørnuna, har tvey fólkasløg búgva. Teir hitta løgnar krígsmenn og riddarar, sum berjast, men tað vísir seg, at bardagin er eitt spæl, eitt spæl um at vinna kongsstavin. Keyparin er Bridge Petroleum. Atlantic Petroleum fær slakar 6,7 milliónir krónur fyri sín part í Orlando og part av framleiðsluni, tá hon byrjar næsta ár. Handilin hevur tó ta treyt, at Bridge Petroleum eisini fær keypt tey 75 prosentini í Orlando, sum Inona UK eigur. Tað felagið er farið undir umsiting. Ætlanin er at pumpa olju úr Orlando næsta ár. Arbeiðið at rigga brunnin til er byrjað. Ben Arabo, stjóri í Atlantic Petroleum, sigur, at felagið hevur gjørt eina góða avtalu við Bridge Petroleum. Bókaða virðið hjá Atlantic Petroleum í Orlando er slakar 67 milliónir krónur Tað verður ikki niðurskrivað. Tað merkir, at Atlantic Petroleum væntar sær meira enn 67 milliónir krónur burtur úr Orlando, sum felagið hevur átt part í síðani 2012. Sigfríður Clementsen sigur við kringvarpið, at soleiðis sum tað sær út á stigatalvuni, er uppgávan hjá honum fyrst og fremst, at TB varðveitir plássið í deildini. Hetta er ein spennandi avbjóðing, og eg vænti at botnstríðið verður ikki avgjørt fyrr enn móti endanum av árinum. Men vit hava ein góðan møguleika at yvirliva, sigur Sigfríður Clementsen. TB hevur mist nakað av fólki, og Sigfríður Clementsen sigur, at hann kundi hugsað sær, at felagið fekk styrk, men tað er upp til nevndina at taka sær av tí. TB liggur í løtuni á áttanda plássi í Effodeildini við tíggju stigum. Teir eru eitt stig frammanfyri AB, sum er beint undir niðurflytingarstrikuni. Men landsstýrismaðurin við vinnumálum, Poul Michelsen, vildi ikki hava John Rajani. Tí gjørdi løgmaður av at lýsa starvið leyst av nýggjum. Løgmaður setur aðalstjórar í samráð við landsstýrismannin í ráðnum. John Rajani vil í dag ikki siga, um hann fer at søkja starvið aftur, ella um hann fer at kæra málið. Hetta er ikki fyrstu ferð, at ein aðalstjórasetan er endað í uppreisn heldur enn setan. Seinnu árini eru fleiri aðalstjórasetanir endaðar við politiskum rumbli. Tá Rúni Joensen, sum hesa ferð situr í setanarbólkinum, var settur sum aðalstjóri í Løgmálaráðnum, var hann ikki fyrsta valið hjá setanarbólkinum. Tá ið Herluf Sigvaldssen varð settur sum aðalstjóri í Uttanríkismálaráðnum, var hann triðja val hjá meirilutanum í setanarnevndini. Men Herluf Sigvaldssen var fyrsta val hjá landsstýrismanninum tá, Jørgeni Niclasen. Uttanríkisráðið var stutt eftir niðurlagt. Løgtingsins umboðsmaður kom við eini lemjandi atfinning av setanartilgongdini. Felags fyri trupulleikarnar í hesum setanum er, at tær liggja í einari grásonu millum fyrisiting og politikk. Fyrisitingin mælir til og politiski myndugleikin, tað vil siga løgmaður, sum eisini er ovasti fyrisitingarligi myndugleiki, setur. Ella, sum í hesum førinum, ger av at lýsa starvið leyst. At setanarbólkurin helt fast um sítt tilmæli, eisini aftaná at Poul Michelsen hevði gjørt vart við, at hann ikki vildi hava John Rajani sum aðalstjóra, kundi bent á eitt valdsstríð millum politiska myndugleikan og fyrisitingina í Tinganesi. Tað eydnaðist ikki útvarpinum at fáa eina viðmerking frá Marjuni Hanusardóttir til tíðindini á døgurða. Tí veit útvarpið ikki, um starvslýsingin ella um setanarbólkurin verður hin sami. Vit gera nógv burtur úr við framsýningum, frágreiðingum, túrum, útigudstænastu og mongum øðrum, segði hon millum annað í morgunsendingini í morgun. Seyðurin og arbeiðið við tí er yvirhøvur um heystið og veturin, og tá summarið av álvara nærkast, og minni er at gera har, koma ferðafólkini, og so hevur Jóhannus aftur nokk at gera. Millum annað umrøddi hann venjingardystirnar, sum Ísland og Danmark spældu, og hann og Andreas F. Hansen dømdu. Undan dystinum ivaðist venjarin hjá Danmark, heimskendi Ulrik Wilbeck, í hesi avgerðini hjá íslendska hondbóltssambandinum at eitt føroyskt dómarapar skuldi stýra slagnum. Tað fortaldi Ulrik Wilbeck sjálvur Eyðuni eftir dystin, tá hann rósti føroyska dómaraparinum. Hesa søguna og fleiri aðrar fortaldi Eyðun Samuelsen, tá morgunsendingin hevði bjóðað honum inn, nú hann gevst at døma á altjóða stigi. Nógv umrødda skattamálið hjá Eik var longu í tonkunum hjá nevndini í TF Holding langt áðrenn, at handilin var avgreiddur, og Eik Banki varð keyptur. Kringvarpið hevur fingið skjøl, sum vísa, at ein stór skattaáogn hjá Eik varð umrødd á einum fundi millum TF Holding og Fíggjarligt Støðufesti longu 5. oktober 2010. Gunnar í Liða, sum var stjóri í TF Holding, tá samráðingarnar um Eik banka fóru í gongd, sigur seg ikki kunna vátta dagfestingina 5. oktober við vissu. Hann sigur, at tað er rætt, at TF Holding alla tíðina hevur mett, at skattafrádrátturin var ein partur í ætlanini um at keypa Eik Banka. Skjalið, sum útvarpið hevur fingið hendur á, vísir eisini, at tað alla tíðina hevur verið áskoðanin hjá Fíggjarligum Støðufesti, sum var seljari, at skattafrádrátturin hoyrdi til gamla Eik og tí ikki skuldi roknast uppí keypið. Á fundinum millum TF Holding og Fíggjarligt Støðufesti tann 5. oktober boðar Fíggjarligt Støðufesti frá, at tey halda ikki, at ein, ið ætlar at keypa Eik Banka kann brúka hetta eftir føroyskari skattalóggávu, tí tað liggur í gamla felagnum. Hesa ferð er tað Regin Hammer, ið nú er forstjóri, eftir at Gunnar í Liða hevur lagt frá sær, sum kunnar um, at handilin við Fíggjarligt Støðufesti er endaliga avgreiddur, og at skattaáognin kann roknast uppí, um lógin loyvir hesum. Í Eik hoyrir mann hinvegin einki um málið, fyrr enn nevndin spyr um frádráttin í roknskapinum mars í 2013. Málið stendur ikki á skrá fyri fundin, men onkur varnast tað av tilvild. Men tá er avgerðin um hálvu milliardina longu tikin. TAKS kannar skattamálið hjá Eik enn, har bankin vil avskriva eina hálva milliard krónur yvir 10 ár og hevur fingið hjálp til hetta frá donskum skattamyndugleikum. Ukrainska løgreglan hevur handtikið ein franskan ríkisborgara, sum er undir illgruna fyri at hava ætlanir um at fremja yvirgangsatsóknir, tá EM í fótbólti er seinni í hesum mánaðinum. Tað skrivar norska kringvarpið, NRK. Sambært útlendskum miðlum hevði maðurin ætlanir um 15 álop. Í seinastu viku ávaraði USA um, at atsóknir kunnu verða framdar tá EM kappingin er. Franski forsetin, Fran ois Hollande, hevur eisini sagt, at hóttanir eru um yvirgang, meðan kappingin er. Evropameistarakappingin í fótbólti byrjar fríggjadagin 10. juni. Arbeiðið at gera eina føroyska stjórnarskipan verður eitt av evnunum, sum formansskapirnir á Løgtingi og á Fólkatingi fara at viðgera á árliga fundinum sínámillum seinni í summar. Tað sigur Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður. Sambært rættargangslógini ber til at døma fólk á sjúkrahús uttanlands uttan um sjúkrahúslógina. Tá løgtingslógin um sjúkrahúsverkið sigur, at bara sjukrahúsverkið kann senda sjúklingar til viðgerðar uttanlands, er lógin bara galdandi fyri avgerðir, sum sjúkrahúsverkið tekur. Føroya rættur hevði heimild sambært rættargangslógini at avgera, at filipinski sjómaðurin skuldi á sjúkrahús í Danmark, uttan at nøkur ávísing um tað var eftir reglunum í sjúkrahúslógini. Hægstirættur sigur, at lógin um sjúkrahúsverkið skal tryggja læknafaklig og fíggjarlig fyrilit. Sambært rættargangslógini kann rætturin taka atlit til viðgerð og trygd, tá hann dømir fólk á sjúkrahús, og ákæruvaldið tekur undir við tí. Hægstirættur heldur, at Føroya rættur hevur mett, um tað hevði borið til at dømt mannin í viðgerðarvarðhald í Føroyum, tá viðgerðin og trygdin eru havdar í huga. Ein slík meting er gjørd, sigur Hægstirættur. Tí varð maðurin dømdur í viðgerð í Danmark. Nú drúgva sakarmálið um psykiatrisku viðgerðina hjá filipinska sjómanninum, sum 26. juni í 2005 stakk skiparin á frálandsskipinum Tórsvík við knívi, er liðugt, er greitt, at málið kostar landskassanum næstan 11 milliónir krónur Nógv tað mesta fór til Region Hovedstaden, sum ikki vildi gjalda fyri viðgerðina, og landskassin skal eisini rinda sakarkostnaðin hjá landsstýrinum og Heilsumálaráðnum. Eitt nevningating í Føroya rætti dømdi sjómannin í viðgerð tann 13. oktober í 2006. Men longu tann 5. juli í 2006 avgjørdi Føroya rættur, at maðurin, meðan hann var varðhaldsfongslaður, skuldi vera á Sct. Hans sjúkrahúsinum í Danmark. Maðurin var tá í Vestre fængsel. Tá hann so varð dømdur góðar tríggjar mánaðir seinni, varð avgjørt, at hann skuldi vera verandi á Sct. Hans. Ole Spiermann, advokatur hjá landsstýrinum og Heilsumálaráðnum, segði eftir dómin hjá Hægstarætti fríggjadagin, at fyri at sleppa undan endurtøkum krevst lógarbroyting. Turid Arge, aðalstjóri í Heilsu og innlendismálaráðnum, sigur, at tey fara nú at viðgera dómin hjá Hægstarætti og kanna, um neyðugt verður at broyta lógir fyri at sleppa undan málum sum hesum í framtíðini. Nú í summar eru nakrir gongutúrar á skránni í røðini Tórði á túri í útvarpinum. Tað eru Sjúrður Joensen og Olevinus Sørensen av Viðareiði, ið siga frá á hesum hugtakandi gongutúri í Viðoynni. Fleiri sjófólk hava gjørt vart við seg eftir at Sjóvinnustýrið í síðstu viku rópti varskó tí fleiri enn 2.500 sjófólk hava enn ikki søkt um nýtt vinnubræv Hoyr samrøðuna við Hans Jóhannes á Brúgv, stjóra í Sjóvinnustýrinum. Týski kanslarin, Angela Merkel, er valdsmiklasta kvinna í heiminum. Tað staðfestir listin, ið amerikanska vinnublaðið Forbes Magazine hevur kunngjørt í dag. Á listanum er yvirlit yvir 100 tær mest valdsmiklu kvinnurnar í heiminum. Angela Merkel, týskur kanslari, er nummar eitt á listanum hjá Forbes Magazine. Eftir Merkel kemur Hillary Clinton, ið væntandi verður forsetavalevni hjá demokratunum í USA, og sum í løtuni eru amerikanskur uttanríkisráðharri. John Rajani hevur kært Aksel V. Johannesen, løgmann, og Poul Michelsen, landsstýrismann, til Løgtingsins umboðsmann, tí hann heldur seg hava verið fyri órætti í málinum um at seta aðalstjóra í Uttanríkis og vinnumálaráðið. TF Holding umrøddi á fundi við Fíggjarligt Støðufesti longu í oktober í 2010 møguleikan at draga tap í gamla Eik frá í nýggja bankanum. Fyrrverandi stjórin TF Holding, Gunnar í Liða, segði við útvarpið í dag, at tað er rætt, at frádrátturin varð umrøddur, tá samráðingarnar um at keypa Eik byrjaðu. Hann sigur, at TF Holding hevur alla tíðina mett, at skattafrádrátturin var partur av keypinum av Eik. Politiska skipanin er ikki bundin av at fylgja tilmælinum frá einum setanarbólki, so í hesum málinum er einki gjørt skeivt løgfrøðiliga. Tað sigur Bjørn á Heygum, advokatur, nú John Rajani hevur gjørt av at kæra løgmann og landsstýrismannin í uttanríkis og vinnumálum til løgtingsins umboðsmann. Útgangsstøðið er, at tað einans skulu vera faklig atlit, og ein setanarbólkur hevur ikki til uppgávu at meta um menniskjaligar kvalifikasjónir, sigur Bjørn á Heygum. Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, sigur, at Landsbankin og Váðaráðið skulu í felag virka fyri fíggjarligum støðufesti í Føroyum, forða fyri búskaparkreppum og styrkja búskapin. Nýggi Landsbanki Føroya skal vera óheftur, almennur fíggjarstovnur og greiningarstovnur. Hann skal umsita ogn og skuld landsins, men hann kann eisini vera ráðgevi og fíggjarstovnur hjá kommunum og almennum grunnum. Kristina Háfoss sigur, at seinasta fíggjarkreppan staðfesti, at fíggjarligu eftirlitsstovnarnir vóru ov veikir og høvdu bara eftirlit við avmarkaðum viðurskiftum. Váðaráðini tryggja, at eftirlitið við búskapinum og fíggjarøkinum ikki bara umfatar einstakar stovnar ella úrvald øki, men alla tíðina gera váðametingar fyri alt fíggjarkervið og samfelagið. Eftir at fyrireikingar vórðu gjørdar í apríl mánaði, eru konserveringsarbeiðið upp á Múrin tikið upp aftur, skriva Søvn Landssins á heimasíðuni. Arbeiðið at varðveita Múrin í Kirkjubø er framhald av varðveitingarætlanini fyri Múrin, ið varð sett í verk í 2012 sambært Søvnum Landsins. Farið er nú undir at konservera múrverkið í eystara helmingi á suðursíðuni til beint eystur um tann eystara portalin, stendur á heimasíðuni savn.fo Katrine Gislinge er útbúgvin á danska kongaliga konservatoriinum og hevði debutkonsert í 1992. Síðan hevur hon lisið víðari hjá navnframum kalverleikarum í New York, Yale og London. Katrine sigur, at hon hevur fleiri tónaskøld, henni dámar væl, men best dámar henni tónleikin, sum maður hennara, Bent Sørensen, skrivar. Dagurin var markeraður við privatari veitslu í Berns Salonger í Stokkhólmi. Tað serstaka var, at øll fýra í ABBA vóru á palli í senn. Og hetta var fyrstu ferð, síðan tey fóru hvør til sítt í 1982. Expressen veit at siga, at Agnetha F ltskog og Anni Frid Lyngstad fóru á pallin og sungu. Og tá sangurin leið móti endanum trinu eisini Bj rn Ulvaeus og Benny Andersson fram á pallin. Ein bussur við løgreglufólkum varð sprongdur í luftina við eina løgreglustøð í Istanbul í meldurtíðini í morgun sambært tíðindastovuni. Greinin heldur fram niðanfyri. Fleiri útlendskar tíðindastovur vilja vera við, at talið á deyðum eftir spreingingina í morgun er størri enn 11, men hesi tíðindi eru kortini ikki váttað í løtuni. Løgtingsins umboðsmaður ger ikki meira við málið um, at táverandi løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, ikki vildi gera samrøðu við ein journalist hjá Kringvarpinum við tí grundgeving, at Kaj Leo Holm Johannesen ikki hevði álit á journalistinum. Kringvarpið kærdi táverandi løgmann til Løgtingsins Umboðsmann 30. desember 2014. Nú, eftir hálvtannað ár, er niðurstøðan hjá umboðsmanninum komin. Táverandi løgmaður segði, at hann ikki hevði álit á Jan Lamhauge, journalisti, og tí ikki vildi gera samrøðu við hann til eina sjónvarpssending um fiskvinnuna, og at hann hevði ringar royndir av journalistinum. Løgmansskrivstovan sigur í svari til umboðsmannin, at gangast má út frá, at løgmaður er sakligur, tá hann sigur seg ikki hava álit á einum journalisti. Men hesum sjónarmiði er Løgtingsins umboðsmaður ikki samdur í, skrivar umboðsmaðurin. Løgtingsins umboðsmaður sigur í niðurstøðuni, at tað er ikki greitt, um orsøkin til ringu royndirnar av journalistinum eru negativ og kritisk umrøða av løgmanni og rikna politikkinum, ella um misálitið er ella var grundað á illoyalan journalistik , sum hon orðar tað. Men Løgtingsins umboðsmaður ger ikki meira við málið. Hon sigur, at tá táverandi løgmaður ikki longur situr í embætinum, hevur umboðsmaðurin ikki møguleika at gera meira við hendan spurningin. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur svarað Vestmanna kommunu, at fólkatalið er ov lítið til, at Vestmanna kann vera sjálvstøðugt øki, sum umsitur eldrarøktina og heimatænastuna. Sambært lógini um kommunalt samstarv um millum annað eldraøkið skulu vera minst 3.000 fólk í kommunalum samstarvsøkjum, sum ikki samsvara við økini í lógini. Vestmanna kommuna bað fyri tveimum mánaðum síðani Heilsu og innlendismálaráðið um at sleppa burtur úr VEKS, sum er samstarvið millum Vestmanna, Kvívík, Eiði og Sunda kommunu Pauli Trond Petersen, borgarstjóri í Vestmanna kommunu, segði tá, at peningurin, sum fylgdi við, tá kommunurnar tóku við eldraøkinum, svarar ikki til útreiðslurnar. 31 ára gamli Jørgen Haahr, sum er datalogur og phd í operatiónsgreining, er á ráðstevnu í Frankaríki, har hann hann hevur fingið virðisløn fyri sína phd ritgerð. Hon hevur verið í Norðurlandahúsinum í skjótt fýra ár. Starvið er áramálssett til júst fýra ár, og tí gekk hetta fyrsta tíðarskeiðið so smátt móti endanum. Tankan um at fara úr Føroyum og gevast í Norðurlandahúsinum, dámdi mær ikki. Tá eg hugsaði um hetta, bleiv eg ikki glað. Tvørturímóti. Og tá arbeiðsgevararnir so vildu, at eg skuldi halda fram, ivaðist eg ikki, greiðir Sif Gunnarsdóttir millum annað frá í samrøðu við Góðan morgun Føroyar. Hetta er ein interaktiv stuttfilmsrøð, her hyggjarin avger, hvat hendir, og hon verður eisini skipað sum ein handritskapping, her øll kunnu vera við eisini um ein onki veit um handrit, sigur Torfinnur Jákupsson, framleiðslustjóri. Trý krøv skulu lúkast. Søgan skal vera tríggjar síður, fevna um tøkni sum tema og innihalda eitt avgerandi persónligt val, sum søgan endar við. Her er ofta lættast, um søgan er seg um ein høvuðspersón, sigur Torfinnur. Savnaða røðin verður skrivað soleiðis, at hyggjarin fær tveir møguleikar at velja ímillum í endanum av hvørjum parti. Sum eitt telduspæl. Hugskotið er at fáa so mong ymisk sjónarmið við sum møguligt í allari røðina, ið hevur til endamáls at endurspegla einar nútímans Føroyar við øllum sínum fyrimunum og vansum. Men søgan kann eisini fara víðari út um landoddarnar, sigur framleiðslustjórin. Tað ætlaði tá at fáa Løgtingið at broyta lógina um tryggingarvirksemi, so danska váðaráðið, Det Systemiske Risikor d, kundi virka á tryggingarøkinum í Føroyum, tí tryggingar eru yvirtikið málsøki. Det Systemiske Risikor d varð stovnað í 2013. Í donsku lógini frá 2012 um Det Systemiske Risikor d stendur, at danski vinnumálaráðharrin kann gera avtalu við landsstýrið um, at ráðið eisini kann virka á tryggingarøkinum í Føroyum. Danska vinnumálaráðið spurdi longu í 2012, um nýggja ráðið eisini skuldi virka á tryggingarøkinum í Føroyum. Uppskotið um danska váðaráðið og tryggingarnar í Føroyum kom tó ongantíð í Løgtingið, hóast tað var komið so langt, at tað var sent til hoyringar. Løgtingið hevur longu samtykt, at Det Systemiske Risikor d eisini umfatar peningastovnarnar í Føroyum, tí tað málsøkið er ikki yvirtikið. Tjóðveldi kom í fjør vár við uppskoti um føroyskt váðaráð. Men tað uppskotið fall. Men nu er uppskot um Váðaráð Føroya aftur á veg í Løgtingið, hesa ferð frá landsstýrinum. Vinnukærunevndin hevur framvegis ikki tikið avgerð um, hvørt hon fer at taka áheitanina frá Bakkafrosti til eftirtektar og viðgera niðurstøðuna í málinum um broytingar í aliøkjum hjá Bakkafrosti av nýggjum. Bakkafrost vil hava Vinnukærunevndina at taka niðurstøðuna um heimvísu og ógildan av niðurstøðuni hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni um aliøkið A 63 aftur og taka málið upp til nýggja viðgerð . Tað var Hummaraveiðufelagið, sum kærdi avgerðina hjá Heilusfrøðiligu Starvsstovuni og fekk viðhald. Bakkafrost vil hava avgerðina tiknað upp til nýggja viðgerð. Í skrivi til Vinnukærunevndina vísir Christian Andreasen á, at Bakkafrost hevur ikki verið nóg væl kunnað, og at niðurstøðan hjá Vinnukærunevndini byggir ikki á neyv tøl um hummaraveiðu. Betzy Ludvig, skrivari í Vinnukærunevndini, sigur, at arbeitt verður við málinum og miðar eftir at taka støðu fyri summarfrítíðina, sigur Betzy Ludvig. Christian Andreasen, advokatur hjá Bakkafrosti, ótolnast, men vil ikki gera viðmerkingar til málið, fyrr enn Vinnukærunvendin er komin við sínum svari. Tá varð Arne W rgler biðin um at spæla í Sjónleikarahúsinum í Havn. Hetta kvøldið sá hann eina unga kvinnu, eina kvinnu, sum hann mátti fáa orðið á. Og vit hava so tosað líka síðan, helt Arne W rgler fyri, tí kvinnan bleiv kona hansara, og harvið var eitt serligt samband til Føroya skapt. Arne hevur tískil verið í Føroyum óteljandi ferðir. Hóskvøldið kom hann aftur henda vegin. Fýra konsertir eru á skrá. Tann fyrsta verður í kvøld í Vestmanna. Hóskvøldið er hann í Miðvági, fríggjakvøldið í Nólsoy og sunnukvøldið í Havn. Hvalbiartunnilin, sum verður um 2.050 metrar til longdar, verður úr dalinum í Trongisvági til dalin sunnan fyri Nes í Hvalba. Somuleiðis skulu til samans 5,6 kilometrar av tilkoyringarvegum gerast. Fríggjadagin varð boðið út í innbodnari lisitatión í sambandi við prosjektering av eini verkætlan, sum fevnir um ein nýggjan tunnil við tilkoyringarvegum báðumegin tunnilsmunnarnar. Verkætlanin, um nýggja hvalbiarfarleið, skal vera klár at bjóða út til arbeiðstøku í fyrru helvt av 2017, skrivar Landsverk í tíðindaskrivinum. Landsstýrið vil ikki loyva Vestmanna úr samstarvinum VEKS. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur svarað Vestmanna kommunu, at fólkatalið er ov lítið til, at Vestmanna kann vera sjálvstøðugt øki, sum umsitur eldrarøktina og heimatænastuna. Sambært lógini um kommunalt samstarv um millum annað eldraøkið skulu vera minst 3.000 fólk í kommunalum samstarvsøkjum, sum ikki samsvara við økini í lógini. Í Vestmanna búgva stivliga 1200 fólk. Bygdarráðið í Vestmanna fer at viðgera svarið frá Sirið Stenberg tann 22. juni. Vestmanna kommuna bað fyri tveimum mánaðum síðani Heilsu og innlendismálaráðið um at sleppa burtur úr VEKS, sum er samstarvið millum Vestmanna, Kvívík, Eiði og Sunda kommunu. Sambært lógini skal landsstýriskvinnan góðkenna broytingar í kommunala samstarvinum, sum lógin áleggur kommununum. Miðalkursurin hesar dagarnar frá 30. mai til 2. juni var 115,22. Leiðslan í BankNordik avgjørdi at brúka heimildina, sum hon fekk á aðalfundinum tann 30. mars, at keypa partabrøv í bankanum. Keypt verður fyri 33 milliónir krónur frá 30. mai til 30. desember í ár. Endamálið við at keypa egin partabrøv er at laga kapitalgrundarlagið hjá bankanum til, soleiðis at tað betur speglar kapitalmál bankans. BankNordik bað norska íløgubankan ABG Sundal Collier standa fyri keypinum. Tað er vanligt, at fyritøkur, sum eru skrásettar, keypa egin partabrøv. Lyftini, sum býráðspolitikarar góvu foreldrunum á Sankta Frans skúla fyri tveimum vikum síðani um eina framhaldsdeild, vóru einki verd. Í ein góðan mánað hevur Mentamálaráðið vitað, at eingin framhaldsdeild verður á skúlanum. Hoyr samrøðuna við Olaus Jespersen, deildarstjóra á Undirvísingardeildini hjá Mentamálaráðnum. Harav vóru góðar 16 milliónir krónur frá eldraøkinum, sum kommunurnar yvirtóku frá 1. januar í fjør. Rakstrarútreiðslurnar vóru 75 milliónir krónur , nakað minni enn mett. Eysturkommuna gjørdi íløgur fyri 20,5 milliónir krónur í fjør. 10 milliónir krónur fóru til tekniska økið, 2,7 milliónir krónur til nýggja býráðshúsið og 2,6 milliónir krónur vórðu brúktar uppá skúlar og økini rundanum skúlarnar. Nettoskuldin hjá Eysturkommunu var við árslok 6,6 milliónir krónur , sum er áleið sjey prosent av eini álíkning. Tað er eisini eisini nógv tann lægsta nettoskuldin hjá Eysturkommunu nakrantíð. Mett verður, at nettoskuldin við árslok í ár verður áleið 30 milliónir krónur , sum svara til umleið ein triðing av einari álíkning, skrivar Eysturkommuna á heimasíðuni. In.fo skrivar, at meðan løgreglan kannaði eina fráboðan um, at maðurin á heysti 2014 hevði misbrúkt eina gentu í einum seyðahúsum, kom eisini fyri ein dag, at maðurin hevði misbrúkt sína egnu abbadóttir, eisini tá hon var um 10 ára gomul og fleiri ferðir. Dómarin fann mannin sekan í siðamisbroti móti tveimum gentum um 10 ára aldur. Maðurin fekk eitt árs fongsulsrevsing, har av fýra mánaðir treytaleysir. Hon sigur somuleiðis, at tað var gott, at rætturin hóast maðurin er 83 ára gamal metti, at tá hann ikki var ov gamal til at fremja hesi lógarbrotini, ja, so var hann heldur ikki ov gamal at sita dómin í fongslinum, skrivar in.fo. Føroyskar vinnufyritøkur eru áhugaðar at vera við, tá drotningin saman við donskum vinnulívi fer út í heim at selja danskar vørur, sigur Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum. Men tá slíkar ferðir hava verið upp á tal, eru boðini komin so seint, at tað hava ikki verið stundir hjá føroyskum vinnulívi at fyrireika seg, sigur hon. Men tað er vinnan, ikki landsstýrið, sum má taka stig til hetta, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis og vinnumálum. Mentamálaráðið hevur sent Sunda kommunu ætlanarskriv um partvís at ógilda skúlabygnaðin í kommununi, og Kringvarpið hevur fingið innlit í skjalið. Løgtingsins Umboðsmaður bað herfyri Mentamálaráðið taka uppsøgnina av skúlaleiðaranum í Hvalvíkar skúla aftur, og niðurstøðan hjá umboðsmanninum var, at tað ber ikki til at tosa um løgfrøðiligar undirvísingareindir, uttan at talan er um sjálvstøðuguar skúlar, og tí sigur Mentamálaráðið nú, at Hvalvíkar skúli og Hósvíkar skúlu skulu varðveitast sum sjálvstøðugir skúlar við egnari leiðslu Í skrivinum sigur Mentamálaráðið um spurningin, hvørjir flokkar skulu vera í hvørjum skúla, Hósvíkar skúla,Hvalvikar skúla og Skúlanum við Streymin, at tann parturin av góðkenningini, dagfest. 9. juli 2015, ið fatar um, at allur skúlaskapurin i Sunda kommunu verður savnaður i Skúlanum vi Streymin, ikki standa við. Mentamálaráðið ætlar tí at taka góðkenningina frá 9. juli 2015 til nýggja viðgerð, har atlit skulu takast at, at Hósvíkar skúli, Hvalvíkar skúli og Skúlin við Streymin verða sjálvstøðugur skúlar. Sam var á beding í 44 dagar í vár. Tá sigldi Jósup, og tí bar ikki til at fáa bilar í Kalsoynna hvønn dag, men bara tveir dagar um vikuna, tá Ternan sigldi. Samanumtikið vórðu allir túrar á Kalsoyarleiðini frá 1.januar til 22.mai sigldir sambært ferðaætlanini, 1.752 túrar, sigur Henrik Old. Hann ásannar tó, at tað hevði verið bæði høgligari og betri, um Strandfarskip landsins høvdu sín egna bát at avloysa Sam í staðin fyri at skula leiga bátar. Hin møguleikin er at byggja ein bát, um ikki eydnast at finna ein bát, sum uttan tær stóru útreiðslurnar lýkur krøvini hjá Sjóvinnustýrinum. Marita Rasmussen segði, at Margretha drotning er á ferð í øðrum londum, eru donsk vinnulívsfólk ofta við í ferðalagnum, og henda møguleika kundu føroysk vinnulívsfólk eisini hugsað sær, men tey fáa ikki brúkt hann. Sjúrður Skaale hevur longu spurt uttanríkisráðharran, um hann fer at síggja til, at føroyska vinnan í góðari tíð frammanundan fær kunning um og innbjóðing til sølufremjandi uttanlandsferðirnar hjá drotningini. Gibraltar er eitt lítið samfelag, og tí kann tað vera til íblástur hjá Føroyum at kanna, hvussu tey skipa síni viðurskftini á har, sigur Ruth Vang, forkvinna í fíggjarmevndini. Á heimasíðuni hjá skattavaldinum á Gibraltar stendur, at vanligi inntøkuskatturin fyri einstaklingar er 20 prosent, og partafelagsskatturin er 10 prosent. Har er eingin kapitalvinningsskattur og eingin ognarskattur, og so er Gibraltar heimskent fyri sínar loynidómar, sum tryggja útlendingum og útlendskum fyritøkum, ið hava kapital har. Og sum í øllum skattaskjólum ella lágskattalondum, sum Gibraltar sjálvt heldur vil kallast ,so er prísurin fyri at stovna feløg ein brotpartur av tí, sum hann er um okkara leiðir. Virksemi og starvsfólk, sum fluttu, tá Landsbankin varð afturlatin 1.apríl í 2013, flyta sama vegin aftur, tá Landsbankin letur upp aftur tann 1.januar 2017. Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, hevur gjørt uppskotið um lógina, sum skal endurstovna Landsbankan. Uppskotið er nú til hoyringar. Í viðmerkingunum um lógaruppskotið stendur, at virksemið hjá Fígging landsins, sum nú er partur av Gjaldstovuni, flytur í Landsbanka Føroya. Og partur av virkseminum hjá Hagstovuni verður eisini fluttur í nýggja Landsbankan. Játtan flytur við, og starvsfólk kunnu flyta við. Landsbankin kann fara at ávirka støðuna hjá hinum peningastovnunum, tí almennir grunnar og kommunur kunnu brúka Landsbankan í staðin fyri hinar bankarnar ella sparikassarnar. Landsstýriskvinnan velur sjálv tveir nevndarlimir, Fróðskaparsetrið tilnevnir tveir, arbeiðsgevarar ein, fakfeløgini ein og kommunurnar tilnevna ein nevndarlim. Fyri skatt var úrslitið 39,8 milliónir krónur í avlopi, og eftir skatt var avlopið 29,8 milliónir krónur. Í fyrraárið var úrslitið eftir skatt 58,3 milliónir krónur. Verður hugt nærri at roknskapinum, sæst, at úrslitið fyri avskrivingar var góðar 138 milliónir krónur í 2015 samanborið við 162 milliónir krónur í 2014. Á aðalfundinum varð ein broyting gjørd í nevndini. Ólavur Ellefsen er farin úr nevndini, og fyri hann hevur landsstýrismaðurin í vinnumálum valt Johnni Poulsen. Aksel V Johannesen, løgmaður, sigur við útvarpið í morgun, at hann hevur ikki aðrar viðmerkingar til málið enn tað, sum hann hevur sagt fyrr, og tað er, at hann vil hava fleiri væl skikkaðar umsøkjarar til starvið. Tá Rúni Joensen, sum nú situr í setanarbólkinum, varð settur sum aðalstjóri í táverandi løgmálaráðnum, var hann ikki fyrsta valið hjá setanarbólkinum. Men táverandi løgmaður og táverandi landsstýrismaðurin, Høgni Hoydal, valdu hann fram um tann, sum setanarbólkurin mælti til at seta. Og tá ið Herluf Sigvaldsson varð settur sum aðalstjóri á táverandi Uttanríkiráðnum, var hann triðja val hjá meirilutanum í setanarnevndini, men fyrsta val hjá landsstýrismanninum tá, Jørgeni Niclasen. Tað vóru upprunaliga 10 umsóknir til starvið, men tvær umsóknir vórðu tiknar aftur. Setanarbólkurin hevur mett, at ein var sera væl skikkaður, og ein var væl skikkaður, og innstillaði tí tvey fólk til starvið. Á Løgmansskrivstovuni vita tey í dag ikki at siga, nær starvið sum aðalstjóri í Uttanríkis og vinnumálaráðnum verður lýst leyst av nýggjum, men tað verður skjótt, verður sagt. Margreta drotning kemur í næstu viku á almenna vitjan í Føroyum. Aksel V. Johannesen, løgmaður, er vertur fyri vitjanini, sum byrjar mánadagin í Suðuroy. Tað eru seks ár síðan, at danska kongshúsið seinast vitjaði í Føroyum, so vit gleða okkum til í næstu viku. Skráin er bæði umfatandi og fjølbroytt, og tí kann Margreta drotning gleða seg til nakrar spennandi dagar, sigur Aksel. V. Johannesen, løgmaður, í tíðindaskrivi. Hesaferð vitjar drotningin á Tvøroyri, í Hovi, Hvalba, Sandvík, Havn og á Sandi. Margreta drotning kemur til Føroya við flogfari seinnapartin sunnudagin, og hon fer av landinum aftur hósdagin 16. juni. Av tí at tað næstan ikki verður myrkt í Føroyum hesa tíðina, brúkar hann næsta landið, sum hevur somu klokkutíð sum her, men har tað blívur myrkt, og tað er Skotland. So frá klokkan 10 á kvøldi til klokkan 2.30 um morgunin kann Ugur eta dagsins máltíð. Seinasta samdøgrið hevur Fiskiveiðieftirlitið fingið 25 fráboðanir um ov smáan upsa, sigur Meinhard Gaardlykke, fulltrúi á Fiskiveiðueftirlitinum Avleiðingin verður, at Landsverk klárar hvørki at grava kava ella salta, sigur stovnurin í neyðarrópi til landsstýrismannin í samferðslumálum. Vantandi viðlíkahald av landsvegakervinum og bygningum hjá tí almenna verður viðgjørt í Radaranum klokkan fimm minuttir yvir fimm seinnapartin. Báðir eru teir ungir og evnaríkir. Báðir syngja og spæla gittar. Báðir eru teir aktuellir. Annar hevur júst vunnið tónleikakappingina, Sement, og arbeiðir við tveimum útgávum. Hin hevur júst givið út staklag, sum er nógv spælt. Hóskvøldið skulu teir báðir, Marni Kruse og Ragnar Finsson, spæla á Reinsarínum hóskvøldið klokkan 20 00 Tann 1.januar í 2013 kom lógin um arbeiðsfremjandi tiltøk. Fólk, sum fáa arbeiði eftir teirri lógini, fáa hjálp eftir forsorgarlógini frá Almannaverkinum, tá tey missa arbeiðið aftur. Og heldur ikki ber til, sambært Kærunevndini, at lata uppihaldshjálp, tí tað stendur ikki í lógini um arbeiðsfremjandi tiltøk og heldur ikki í viðmerkingunum um lógina. Fólk, sum fáa vart, ella tillagað starv, sum hesi størv nú eita, eftir lógini um arbeiðsfremjandi tiltøk, og seinni missa starvið, fáa uppihaldshjálp. Tí, sum tað stendur í viðmerkingunum um lógina óvissa er í lógini um ALS um rættindini hjá fólki, sum hava skerdan arbeiðsførleika. Hesi fólk rinda til ALS, men kunnu ikki fáa haðani. Við gildiskomu av hesi lógini verða ikki játtað fleiri vard størv, sum vit kenna tað frá forsorgarlógini, men verandi størv halda fram sambært gomlu reglunum, meðan øll nýggj mál um tillagað starv verða viðgjørd sambært hesi lóg . Tann, sum kærdi avgerðina hjá Almannaverkinum um ikki at lata uppihaldshjálp, fekk vart starv fyri 1.januar 2013, eftir gomlu reglunum, men misti tað eftir 1.januar 2013, tá nýggja lógin var komin. Kostnaðurin fyri hvørt starvsfólk var umleið 328 krónur, upplýsir kommunan fyri Kringvarpinum. Fyrivarni verður tó tikið fyri, at frávik kunnu vera í endaligu upphæddini. Fyrisitingin í kommununi læt 300.000 krónur til veitsluna av síni játtan, og kommunalu stovnarnir rindaðu 130 krónur fyri hvørt starvsfólk, sum var í veitslu. Veteran miðstøðin í Ringsted, sum er undir danska verjumálaráðnum, arbeiðir við at bøta um tilboðini til veteranar, sum eru búsitandi í Føroyum. Samstundis verður kannað, hvussu umstøðurnar hjá føroyskum veteranum eru, og arbeitt verður við at seta ítøkilig tiltøk í verk beinan vegin. Bæði Magni Arge og Sjúrður Skaale, fólkatingsmenn, hava reist málið um støðuna hjá krígsveteranum, sum hava verið í danskari hertænastu, og eru búsitandi í Føroyum, hjá danska verjumálaráðharranum. Ein ritgerð hjá Georg L. Petersen vísir, at veteranar úr Føroyum, sum hava búsett seg í Danmark eftir lokna hertænastu, eru komnir betur fyri seg enn teir, sum búgva í Føroyum. Illgruni hevur verið um, at orsøkin til hetta er, at tilboðini hjá danska herinum ikki altíð hava rokkið so væl til Føroya, og tað hevur verið torført at finna veteranarnar, sum búgva í Føroyum. Tað heldur skúlastjórin í Sankta Frans skúla, Selmar Jacobsen, hóast Mentamálaráðið longu tann 3. mai boðaði frá, at framhaldsdeild neyvan verður á skúlanum, tí tímarnir næsta skúlaár eru longu býttir. Boðini frá Mentamálaráðnum í gjár komu óvart á bæði skúlastjóran og foreldur, tí tey samsvara ikki við lyftini hjá býráðspolitikarum. Tað undrar forkvinnuna í Mentamálanevndini, at málið um framhaldsdeild í Sankta Frans skúla framvegis er aktuelt, tí býráðið hevur langt síðan samtykt, hvussu skúlabygnaðurin skal vera í kommununi. Men nevndin í feløgum, har minst hálvthundrað fólk arbeiða, eigur á hvørjum ári at taka støðu til, um felagið skal hava eina varskógvaraskipan. Tað siga embætismenninir hjá landsstýrinum, sum hava gjørt uppskot um eigarapolitikk landsins. Varskógvaraskipanin skal loyva starvsfólki í trúnaði at boða frá álvarssomum misbrotum ella illgruna um misbrot. Sambært uppskotinum eigur ein varskógvarskipan serliga at verða umhugsað í teimum stóru vinnufeløgunum hjá landinum, har virksemið er samansett, og har tað kann vera langt frá einstaka meðarbeiðaranum til leiðsluna. Embætismenn í fýra aðalráðum hava gjørt uppskot um eigarapolitikk landsins og landspartafeløg. Uppskotið er sent til hoyringar. Tað verður latið landsstýrismanninum í vinnumálum hálvan august. Uppskotið umfatar partafeløg og onnur vinnufeløg hjá landinum, sum eru uttan fyri fíggjarlógina og uttan fyri vanligu landsumsitingina. Eigarapolitikkurin er leiðreglur um samspælið millum avvarðandi landsstýrisfólk, sum er eigari, og leiðslu felagsins. Harafturat eru leiðreglur um leiðsluna í landsins vinnufeløgum. Uppskot er eisini um kunngerð um at seta í gildi serligu reglurnar í vinnufelagalógini og ársroknskaparlógini fyri landspartafeløg, tað eru partafeløg, har landið hevur avgerandi ávirkan. Í august í 2014 gjørdu Landsgrannskoðanin og løgtingsgrannskoðararnir vart við, at tað almenna átti seks milliardir krónur í partafeløgum og grunnum. Men Føroyar hava ongan almennan eigarapolitikk. Tí eigur landsstýrið at koma við lógaruppskoti um almennan eigarapolitikk, vóru ráðini tá fyri skjótt tveimum árum síðani. Johan Dahl, landsstýrismaðurin í vinnumálum, lá ikki á boðunum. Hann setti á heysti í 2014 embætisbólk at gera uppskot um eigarapolitikk fyri landið. Tá Poul Michelsen loysti Johan Dahl av í september í fjør, bað hann embætisbólkin halda fram við arbeiðinum og við sama arbeiðssetningi. Nú er arbeiðið liðugt, og eftir hoyringina, sum nú er byrjað, verður uppskotið gjørt heilt liðugt og latið landsstýrismanninum í vinnumálum. Málið um at seta aðalstjóra í Uttanríkis og Vinnumálaráðið er blivið eitt prinsippmál. Í hvussu er sambært tí persóninum, sum ein samdur setanarbólkur heldur vera best skikkaðan til starvið, sum hann tó kortini ikki fekk. John Rajani kærir løgmann og landsstýrismannin í Vinnu og Uttanríkismálum til Løgtingsins Umboðsmann. Og hann letur umsóknina til aðalstjórastarvið verða standandi. Radarin hyggur nærri at aðalstjórasetanini, sum líkist einum valdsstríði millum hægsta embætisverkið og politisku leiðsluna í landinum. Almennu Føroyar halda ikki sínar ognir við líka Hvørki landsvegakervið ella almennu bygningarnar fáa neyðugu pengarnar til viðlíkahald. Landsverk hevur ábyrgdina av viðlíkahaldinum, og akutta støðan fær stjóran á Landsverki til at rópa varskó. Sum stjóri er tað mín skylda at tala at, tí tað er beinleiðis ábyrgdarleyst ikki at taka støðu og loysa trupulleikarnar, skrivar Ewald Kjølbro í seinastu ársfrágreiðingini hjá Landsverki. Sambært stjóranum er trupulleikin grundleggjandi og vaksandi fyri hvørt ár bæði tá tað ræður um at halda landsvegakervið og bygningarnar hjá tí almenna við líka. Í eini alternativari roynd at útvega fleiri pengar til viðlíkahald bjóðar Landsverk sær til at yvirtaka Norðoyatunnilin og Vágatunnilin og síðani leggja eitt bummgjald á allar tunlar í landinum. Soleiðis verður viðlíkahaldsrokningin fyri landsvegakervið javnari býtt ímillum allar føroyingar. Ewald Kjølbro mælir eisini til, at almennir stovnar skulu rinda húsaleigu fyri teir fermetrar, sum stovnarnir brúka. Hóskandi er at byrja við almennu skrivstovuni, heldur hann. Leiguinntøkurnar skulu so brúkast til at halda bygningarnar hjá landinum við líka. Súsanna Danielsen, fyrrverandi løgtingsstjóri, undrast á mannagongdina í málinum um instillingina av aðalstjórastarvinum í Uttanríkis og Vinnumálaráðnum. Hon heldur, at løgmansstjórin hevur gjørt eitt grundleggjandi mistak. Haraftrat heldur hon, at skipanin gevur embætisfólkunum óneyðuga nógv vald, og at hetta kanska eigur at vera broytt, segði Súsanna Danielsen í Radaranum mikudagin. Í 2015 vórðu í miðal 12 brot á revsilógina meldað til løgregluna fyri hvørji 1000 fólk. Í Danmark er sama talið 57 meldað brotsverk fyri hvørji 1000 fólk. Tað er serliga kriminalitetur sum herverk og stuldur, sum minni varð av í fjør enn undanfarin ár. Hinvegin vórðu nógv harðskapsmál meldað í fjør. Virðið á Bakkafrost er hækkað millum 22 og 23 prosent í ár og meiri enn 53 prosent seinasta árið. Størstu virðisøkingina eigur kortini SalMar. Virðið á alifyritøkuni SalMar er økt 64 prosent í ár, og 117 prosent seinasta árið. Átta alifeløg eru á partabrævamarknaðinum í Oslo. Bakkafrost er hækkað triðmest í virði. Orsøkin til gongdina er, at nógvur laksur er deyður í Chile, og tað hevur havt við sær, at útboðið av laksi er lækkað fimm prosent. Tað hevur lagt trýst á prísin, og norskur laksur er seldur fyri meir enn 70 norskar krónur fyri kilo sammett við vanliga prísin, sum hevur ligið um 25 krónur fyri kilo. Sum gongdin er nú, er ikki óhugsandi, at virðið á alifeløgunum í Oslo fer at hækka millum 10 og 20 prosent aftrat í ár. Tí kann tað fáa ógvusligar avleiðingar fyri feløgini, um eitt nú sjúka tekur seg upp, siga greinarar. Eystari landsrættur hevur tikið upp til dóms sakarmálið millum Vinnumálaráðið og hagapartin Ytra Suttring í Sørvági um lendið, sum varð ognartikið í 2009, tá flogvøllurin varð longdur. Landsrætturin, sum er í Føroyum í hesum døgum, viðgjørdi málið í gjár og fyrradagin. Landsrætturin boðaði frá, tá viðgerðin var liðug í gjár, at hann fer at royna at hava dómin kláran hósdagin í næstu viku. Eystari landsrættur skal taka støðu til millum annað, um lendið, sum varð ognartikið til flogvøllin, skal roknast í gyllin ella í fermetrum. Verður niðurstøðan fermetrar, er eftir at taka støðu til prisin. Vinnumálaráðið sigur 27 krónur fyri fermeturin, hagaparturin krevur 71 krónur. Vinnumálaráðið skeyt dómin hjá Føroya rætti inn fyri Landsrættin, og hagaparturin mótappelleraði. Í dómi tann 31.mars í 2014 segði Føroya rættur, at teir, sum eiga hagapartin Ytri Suttring, eiga at fáa 10,6 milliónir krónur í endurgjaldi frá Vinnumálaráðnum. Endurgjaldið er fyri mist lendi og fyri grótið, sum varð tikið til at leingja flogvøllin. Hagaparturin fekk fult viðhald, góðar seks milliónir krónur, viðvíkjandi grótinum, sum varð tikið til flogvøllin. Vinnumálaráðið heldur ikki, at hagaparturin eigur nakað endurgjald fyri grótið, millum annað tí hagin eigur framvegis lendið, har sum grótið varð tikið, og tað lendið er meira vert nú. Metingarmenninir eru, síðani dómurin fall í Føroya rætti, komnir til, at talan var ikki um eina millión og 110.000 rúmmetrar av gróti, men 815.000 rúmmetrar. Við rúmmetraprísinum 5,80 krónur verður sambært tí talan um 1,7 milliónir krónur minni. Hóast Vinnumálaráðið er mótpartur hjá hagapartinum í rættinum, skal P f Vága Floghavn rinda Vinnumálaráðnum tað, sum endaligi dómurin sigur, um hagin vinnur. Sendingin er um tá 74 ára gomlu Fanny Olsen í Árnafirði. Hon eigur og rekur einasta handilin í bygdini, og hóast tað bara eru einir fýra fimm kundar um dagin, møtir hon trúføst upp til arbeiðis hvønn morgun. Handilin hevur verið í familjuni í mong ár, og Fanny hevur leingi vitað, at tað varð hennara lutur at føra familjutraditiónina víðari og sostatt verða verandi í Árnafirði. Og hjá henni hevur tað verið júst tað rætta. Marjun King úr Leirvík, harafturímóti, hevur altíð tráað eftir at sleppa út í verðina. Longu heilt ung droymdi hon um fjarskotin og eksotisk lond, og 20 ára gomul gjørdi hon av at fylgja dreyminum og byrja eina karrieru uttanlands. Hon hevur búð og arbeitt nógvastaðni, seinastu 20 árini í London. Marjun er í dag 59 ár og býr nú í West End saman við enska manninum James. Tey eru bæði nýliga pensionerað og hava úr at gera við at njóta sítt otium. Tryggingareftirlitið og Tryggingarráðið hava góðkent sáttmálan millum Uttanríkis og vinnumálaráðið og fakfeløgini í P F Fakfelag um at at keyp av upp til 50 prosent av partapeninginum í P F Lív Holding. Samstundis er avhendingarsáttmálin um 50 prosent av partapeninginum til Ognarfelagið Lív góðkendur. Avhendingardagurin var avtalaður til 1. juni í fjør. Men fyri at fáa øll praktisk og formlig viðurskifti avgreidd við sjálva yvirtøkuna, hava partarnir avgjørt at sjálv avhendingin verður tann 1. september í ár, tá P F Fakfelag og Ognarfelagið Lív fáa síni partabrøv og landskassin avrádda keypspeningin. So seint sum í síðstu viku brutu tveir mans inn í Djóralæknatænastuna og koyrdu upp í fleiri sekkir av heilivági, sproytum og øðrum. Dávur Magnussen vann strævna teigin. Dávur brúkti tveir tímar og tjúgu minuttir um teir 65 kilometrarnar. Ikki óvæntað varð tað Guðmundur Joensen, ið bleiv nummar tvey. Hálva leið niðan á Sornfelli royndi Dávur enn einaferð at sleppa frá Guðmundi, og nú riggaði. Dávur økti, og var fyrstur niðan á toppin at venda. Sýnið var fimm metrar, men Dávur setti eisini ferðina upp á veg oman. Taktikkurin hjá mær var at koyra allar brekkurnar við góðum tempo, og av og á at rykkja frá feltinum, og sostatt at møða hinar, segði Dávur Magnussen eftir kappingina. 1. Dávur Magnussen, 2 tímar 20 minuttir 10 sekund 2. Guðmundur Joensen, 2.24.11 3. Gunnar Dahl Olsen, 2.27.30 4. Jan Hjaltalin, 2.37.10 5. Uni Vitalis, 2.47.10 6. Tummas Óli Olsen, 2.27.15 Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður og løgtingslimur fyri Tjóðveldi, vil ikki hava danska riddarakrossin, tá Margreta drotning vitjar í næstu viku. Hann heldur ikki, at tað er eitt keðiligt signal, at løgtingsformaðurin, sum umboðar alla ta politisku skipanina, sigur nei takk til danska riddarakrossin. Ítróttarháskúlin hevur higartil fingið 20 tilmeldingar til fyrsta skeiðið, sum byrjar í august. Tað sigur Guðmundur Joensen, stjóri fyri Ítróttarháskúlan. Lógin sigur, at í minsta lagi 12 ársnæmingar skulu vera á skúlanum. Nú Ítróttarháskúlin hevur fingið 20 tilmeldingar, lýkur skúlin treytirnar í lógini og kann tí fara undir sítt virksemi. Løgtingið hevur játtað 800.000 krónur til rakstur til ítróttarháskúlan. Enn ber til at tekna seg til ítróttarháskúlan. Freistin at søkja um upptøki er á middegi tann 1. juli. Hon hevur sum serøki javnstøðu og kvinnur í politikki. Hetta er eitt týdningarmikið og søguligt fet, sum Hillary Clinton nú tekur, heldur Asta Hansen. Hetta hevur stóran symbolskan týdning og kann vera nógvum kvinnum til íblásturs, men korini hjá kvinnum í USA verða ikki kollvelt av hesum, sigur Asta Hansen millum annað. Hillary Clinton hevur brotið ein ósjónligan múr niður við at verða innstillað sum forsetavalevni í USA. Hon hevur kortini ikki gjørt sær dælt av síni serstøðu sum kvinna í einum valstríði, sum annars bara fevnir um menn. Tvørtur í móti hava vit sæð kanningar, sum vísa, at Hillary Clinton fær verri umrøðu í fjølmiðlunum enn hennara mannligu kappingarneytar, sigur Asta Hansen. Tað byrjaði við, at Michael Koba gjørdi ein stuttan film við telefonini, sum hann legði á Facebook og spurdi um góð ráð, nú potturin, hann eigur, lak so illa. Sera nógv fólk hugdu at videobrotinum, og Michael Koba fekk ógvuliga nógv góð boð upp á, hvat hann átti at gera bæði á Facebook, og tá hann ferðaðist millum fólk. Hetta var íblásturin til bólkin Hey Facebook Hvussu fixi eg hettar ein bólkur har øll fólk kunnu leggja eitt videobrot ella eina mynd út, har tey greiða frá einum ivamáli ella avbjóðing, tey hava og so kunnu øll onnur geva góð ráð og vegleiðingar um, hvussu trupulleikin verður loystur. Tað gongur væl hjá føroysku kommununum og Tvøroyri er einki undantak. Býráðið samtykti roknskapin fyri í fjør á fundi í gjárkvøldið, og hann vísti eitt avlop uppá góðar 16 milliónir krónur Kommunan hevði væntað eitt avlop sum var 5,6 milliónir krónur minni, tá fíggjarætlanin varð gjørd. Raksturin var slakar 56 milliónir kr, hálvaaðru milliónir krónur enn roknað varð við. Ætlanin var at gera íløgur fyri góðar tvær milliónir krónur , men tær vóru nakað minni. Inntøkurnar vóru slakar 74 milliónir krónur , slakar fýra milliónir krónur hægri, enn roknað varð við. Skatturin gav slakar 60 milliónir krónur , slakar 4 milliónir krónur meir enn roknað varð við. Skuldin hjá Tvøroyrar kommunu er minkað nógv seinastu árini, og er nú væl undir eina álíkning. Gongdin hevur havt við sær, at kommunuskattaprosentið er lækkað við einum góðum prosentstigi, samstundis sum gjøldini fyri barnaansing eru lækkað. Talsmaðurin fyri flóttafólkastovnin hjá ST, UNHCR, Adrian Edwards, sigur, at í 2014 druknaðu 3.500 fólk, í fjør 3.771, og higartil í ár eru umleið 3.000 fólk druknað í Miðjarðarhavinum. Síðani í januar eru 204.000 flóttafólk og tilflytarar komin um Miðjarðarhavið til Evropa, vísir uppgerðin hjá ST. Flestu bátarnir, sum eru gingnir burtur við flóttafólki, komu úr Libya. ES fer í næstum at kunngera eina ætlan, sum hevur til endamáls at nýta pening úr ES grunnum at gera íløgur í afrikansk lond, haðani flóttafólkini koma. Ætlanin er eisini at senda flóttafólk og tilflytarar skjótari aftur til afrikansk lond, Pakistan og Afganistan, tá tað er greitt, at tey ikki fáa støðu sum flóttafólk í evropeiskum londum. Tað er felagið Samfundet Sverige Færøerne, har Nanna Hermansson er forkvinna, ið arbeiðir við orðabókini. Hon var gestur í Góðan morgun Føroyar og greiddi frá ætlanini við talgildu orðabókini, umframt arbeiðinum hjá felagnum í Svøríki. Tað er ikki uppgávan hjá skúlastjóranum at leggja seg út í viðurskifti, sum hava við skúlabygnaðin at gera. Hansara uppgáva er at reka skúlan, sigur Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum. Selmar Jacobsen, skúlastjóri í Sankta Frans skúla í Havn, hevur fingið munnkurv frá Mentamálaráðnum og skal ikki úttala seg meira um málið um framhaldsdeildina í Sankta Frans skúla. Tað er óheppið, at skúlastjórin ger seg til talsmann fyri tey, sum ynskja framhaldsdeild í Sankta Frans skúla, sigur aðalstjórin í Mentamálaráðnum. Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum, váttar, at Mentamálaráðið hevur biðið skúlastjóran um ikki at gera fleiri viðmerkingar alment um málið, tí tað órógvar. Hvussu skúlabygnaðurin í Tórshavnar kommunu skal síggja út, er eitt mál fyri býráðið í Havn og ikki skúlastjóran í Sankta Frans skúla, sigur hann. Mentamálaráðið, sum er ovasti skúlamyndugleiki í landinum, metir, at tað er óhóskandi, at skúlastjórin leggur seg út í málið um framhaldsdeildina. Poul Geert Hansen er í løtuni staddur uttanlands og vil ikki gera fleiri viðmerkingar. Hann vísir til Olaus Jespersen, deildarstjóra á Undirvísingardeildini í Mentamálaráðnum. Føroysk skip fiskaðu 43.000 tons meira í fjør, enn árið fyri. Tað vísa tøl hjá Hagstovuni. Í mun til 2014 er tað serliga nøgdin av svartkjafti, ið er økt. Orsøkin til stóru økingina seinastu fýra árini er einamest, at væl meiri av svartkjafti er veiddur. Ein øking í nøgd hesi fýra árini, sum var 239.000 tons. Løgtingsins umboðsmaður hevur givið eini barnaverndartænastu eina álvarsliga átalu. Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um viðgerðina hjá eini barnaverndartænastu. Talan var um eina kvinnu, sum var við barn, ið hevði gjørt avtalu við eini hjún, sum búðu uttanlands, um, at tey skuldu fáa barn hennara við føðing og seinni ættleiða barnið. Barnaverndartænastan metti ikki, at talan var um eitt barnaverndarmál og lokaði málið uttan at hava vissað sær, at barnið livdi undir góðum og skipaðum viðurskiftum á góðkendum staði, og at onkur var, sum lógliga kundi taka umsorganarligar avgerðir vegna barnið. Umboðsmaðurin metti tað vera eitt lýti í Barnaverndarlógini, at ongar ásetingar vóru um privata døgnrøkt, og hevur tí heitt á landsstýriskvinnuna í almannamálum um at umhugsa broyting í lógini Partarnir vóru annars klárir at undirskriva ein nýggjan sáttmála fyrrapartin, men ein óloystur spurningur stóð eftir, sum gjørdi at felagið ikki kundi undirskriva nýggja sáttmálan. Knúturin, sum er komin í, er um ein lønarspurning fyri ein serligan bólk av sjúkrarøktarfrøðingum, skrivar felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum á heimasíðuni . Terje Sigurðsson, semingmaður, hevur verið á fundi við partarnar í dag, og sigur, at seminingsstovnurin nú fer at fáa tilfar frá pørtunum, og at partarnir verða kallaðir inn til samráðingar aftur mitt í næstu viku Kommunuskuldin er farin niður um eina álíkning. Tað gevur størri rásarúm, og nú er ætlanin at raðfesta raðfesta barnagarðin, sum verður bygdur út. At geva vinnulívinum góðar karmar er ein fortreyt fyri, at annað kann vera raðfest, og vinnulívsmenninir hava lyft alla oynna upp á eitt annað stig, sigur Kristin Michelsen. Bernie Sanders vil ikki geva skarvin yvir, hóast Hillary Clinton sigur, at hon hevur tryggjað sær nóg nógv umboð at gerast forsetavalevni. Barack Obama, forseti, hevur lagt seg út í valstríðið og hevur sagt alment, at Hillary Clinton verður forsetavalevni hjá demokratunum. Hillary Clinton verður forsetavalevni hjá demokratunum, men Bernie Sanders vil ikki gevast í kappingini, tí hann er væl umtóktur og fær framvegis nógvan fíggjarligan stuðul til valstríðið. Fyrst og fremst orsakað bíðitíðina Tekniskir trupulleikar og alt hatta har. Tað sæst eisini aftur á filminum, at umstøðurnar eru ikki tær somu, men tað verður skjótt fiksað Vónandi til komandi mánadag. Nokk um tað Í hesum filminum vísir Jóhanna, hvussu mann, við presisión og massar blending, kann geva eygunum ein nýggjan form. Hevur tú nakrantíð hugsað, hví allar hesar sminkøsurnar hava tilvildarliga perfekt eygu Tær eru faktiskt vanlig menniskju, SHOCKER so tað hava tær ikki. Cut crease kallast teknikkurin, og tá tú hevur lært hann, fert tú ongantíð at vera kedd av tínum eygnaformi aftur. Javnstøðunevndin bjóðar ókeypis skeið í at arbeiða við kyni og javnstøðu í barnagørðum, vøggustovum og dagrøkt. Maud Wang Hansen, námsfrøðingur, skipar fyri og undirvísir á skeiðinum. Sambært grein sjey í javnstøðulógini skulu frálærutilfar til børn og uppaling vera í samsvari við javnstøðuhugsjónini um, at munur ikki skal gerast á fólki, heldur ikki á børnum, vegna kyn. Faldarin Barnagarðar við plássi fyri pippiprinsum og sjórænaraprinsessum verður brúktur á skeiðinum. Skeiðini byrja síðst í august. Asfalteringin, sum er brúkt á hesum strekki er ikki roynd áður í Føroyum, sigur Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, í svari til Bjørn Kalsø, tingmann fyri Sambandsflokkin. Tilfarið, har asfalstarbeiðið misneyðnaðist, verður tikið av í hesi vikuni, men tað er ikki avgjørt, hvat tilfar verður lagt á ístaðin. Tað fer ikki at ávirka tíðarætlanina, at ein partur verður asfalteraður av nýggjum, sigur landsstýrismaðurin í svarinum, og væntandi fer hetta ikki at kosta Landsverki meira. Sambært tíðarætlanini skal Viðareiðistunnilin takast í nýtslu í fyrsta ársfjórðingi í 2017. Samlaði fíggjarkarmurin er 162 milliónir krónur. Amerikanski forsetin, Barack Obama, hevur játtað í eini videoupptøku, at hann fer at stuðla Hillary Clinton at gerast tann næsti forsetin í USA. Hillary Clinton hevur fingið fleiri valfólk enn Bernie Sanders í undanvalinum hjá Demokratunum at gerast forsetavalevni hjá flokkinum. Men Bernie Sanders vil ikki geva skarvin yvir. Sanders ætlar sær at halda fram at stríðast fyri at gerast valevni hjá Demokratunum. Greinin heldur fram niðanfyri. Men hósdagin kunngjørdi amerikanski forsetin, Barack Obama, í einari videoupptøku, at hann stuðlar Hillary Clinton. Amerikanski forsetin segði millum annað Eg vil bara siga tykkum, ið hava verið við mær, síðani henda ótrúliga ferðin byrjaði, at eg stuðli henni, og eg fái ikki bíðað, til at luttaka í valstríðnum hjá Hillary. Um eitt av børnunum so harafturat ber brek, kann tað vera, at fleiri onnur viðurskifti leggjast afturat vanliga hektiska gerandisdegnum. Hvussu fáa vit tíðina at røkka, og hvaðani fáa vit orkuna til at fáa alt at ganga upp Hvat hjálp er at fáa, og hvussu gera vit Hvussu kunnu vit skipa uppgávurnar, soleiðis at familjan kemur best ígjøgnum Hesar og fleiri aðrar viðkomandi spurningar fara Súsanna Holm og Ragnhild Dahl, ið báðar hava drúgvar royndir við at arbeiða við familjum við serligum avbjóðingum, at viðgera í sínum uppleggi. Fokus verður sett á, hvat ein familja við serligum avbjóðingum kann renna seg inn í, og hvussu familjan klárar seg gjøgnum stundum truplar støður. Umboð fyri foreldrastuðulsbólkin hjá Javna fer eisini at hava upplegg um spurningar, sum eru felags fyri foreldur, ið fáa at vita, at barn teirra hevur eitt brek. Tað er ein sannroynd, at flest øll foreldur uppliva sterkar kenslur og eina ørgrynnu av spurningum, tá barn teirra fær staðfest eitt brek. Komi eg yvir skelkin Hvat bjóðar framtíðin Megna vit uppgávuna Hvat, tá barnið skal í vøggustovu barnagarð skúla Og hvussu, tá fólkaskúlin er liðugur Arbeiði Bústaður Umlætting Men hóast allar tankarnar, ekkan og spurningarnar fyrstu tíðina, so kann íkomna støðan hjá familjuni brúkast positivt. Lívið í jungluni er kanska øðrvísi, men tað nýtist ikki at vera verri. Mikudagin ella hósdagin í næstu viku fer Semingsstovnurin undir semingsroyndina í sáttmálatrætuni millum Lønardeildina og Felagið Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar. Felagið sendi í gjár boð eftir Semingsstovninum. Klokkan eitt korter til seks í gjár boðaði Felagið Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar so frá, at Semingssstovnurin fer at royna seming og kallar til nýggjan fund mikudagin ella hósdagin í næstu viku. Felagið hevur latið Semingsstovninum alt tilfar um samráðingarnar. Partarnir, Lønardeildin og Felagið Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar, vóru annars til reiðar at undirskriva nýggjan sáttmála fyrrapartin í gjár, men ein óloystur spurningur var kortini eftir. Hann gjørdi, at felagið ikki kundi undirskriva sáttmálan. Óloysti spurningurin er um lønina hjá einum serligum bólki av sjúkrarøktarfrøðingum. Stjórin á Løgmansskrivstovuni, Marjun Hanusardóttir vil ikki gera viðmerkingar til hørðu atfinningarnar frá fyrrverandi løgtingsstjóranum, Súsonnu Danielsen, í Radaranum mikudagin. Marjun Hanusardóttir sigur, at hon tekur undir við, at skipanin verður endurskoðað, um hon ikki riggar sum ætlað. Føroya Lærarafelag sigur, at Mentamálaráðið skerjir talufrælsið fyri alment sett starvsfólk, nú Mentamálaráðið hevur givið stjóranum á Santa Frans skúla boð um ikki at úttala seg meira um framhaldsdeildina á skúlanum. Lærararfelagið mótmælir harðliga, at Mentamálaráðið gevur einum av limum okkara boð um ikki at úttala seg alment um skúlabygnaðin í hansara egna skúla. Á henda hátt setir Mentamálaráðið hansara grundlógartryggjaðu rættindi at úttala seg grovliga til viks, heldur Lærarafelagið, og biður landsstýriskvinnuna kanna málið innanhýsis í Mentamálaráðnum. Drúgv forsending í útvarpinum um EM endaspælið í fótbólti. Farið verður ígjøgnum allar bólkarnar, og øll 24 liðini, sum eru við, í Fraklandi. Serfrøðingarnir við borðið eru Jóannes Jakobsen, Sigfríður Clementsen og Eli Hentze. Sendingin er eisini afturlítandi. Øll EM søgan verður lýst frá 1960 til dagin í dag. Venjarar meta eisini um EM finaludystir í 70 unum. Sum eitt síðuspor til EM søguna fær føroyskur fótbóltur eisini rúma viðgerð. Vit lýsa gongdina og menningina í føroyskum fótbólti í einum aktuellum EM samanhangi heilt frá 60 árunum og frameftir bæði við eldri og nýggjum upptøkum. Vit hoyra millum annað Jóhan Nielsen, Baldvin Baldvinsson, John Sigurð Joensen, Hera Nolsøe, Hanneman Múller, Jógvan Norðbúð, Suna Jacobsen, Ronny Gunnarsson, Petur Hammer, Ernst Dalsgarð og annað greiða frá um 60 og 70 árini. Vit skifta eisini orð við aðalskrivaran í FSF um EM aktuel viðurskifti. Virgar Hvidbro, aðalskrivari, greiðir millum annað frá, at ein nýggj kapping millum evropeiskar smátjóðir fer kanska at lata hurðarnar upp fyri føroyskari luttøku í komandi endaspølum. Í sendingini verður EM pulsurin eisini tikin úti millum fólk. Sendingin øll varir í slakar seks tímar. Suni Merkistein og Kári Annand Berg løgdu til rættis. Í 1984, tá okkara musikkskúlaskipan var um at koma fyri seg, vóru føroyskir musikkskúlaleiðarar á stevnu í Danmark, sum hevði heiti og innihald eftir gitna ungarska undangongumannin á musikkuppalingarøkinum, Zoltan Kodaly. Musikkskúlafólk hiðani hava seinni á The East Helsinki Music Institute fingið innlit í bakstøðið aftan fyri hetta framúrskarandi unglingaorkestur. Tað var ungarskføddi violinisturin, G za Szilvay, sum saman við bróðuri sínum, Csaba Szilvay, fyri góðum fjøruti árum síðan fór musikkpedagogiskt til verka í finska høvuðsstaðnum, har hann sum leiðari so við og við fekk bygt upp nevnda musikkskúlastovn. Við hugsjónarligum støði í virksemi Kodalys hevur G za Szilvay har ment sín serstaka frálæruhátt, Colourstrings, har børnini, umframt ta auditivu, eisini fáa eina visuella tilgongd til tónleikin við tað, at nótar og streingir í læritilfarinum hava ymsar litir. Hetta mennir listarliga kenslusemið og ger innlæringina minni turrisliga enn við bara svørtum á hvítum. G za Szilvay er í útvarspstovuni Team Hulda kappast ímóti 34 liðum, fleiri teirra eru nýggj, og tí hevur Team Hulda ikki sett sær nakað nágreiniligt mál. Tó er vónin, at tað fer at ganga minst líka væl sum í Barcelona, har føroyska liðið var frammanfyri átta lið. Aftanfyri framførsluna liggur nógv hart arbeiði. Allir smálutir í seriuni hava verið viðgjørdir. Hvør fingur og hvørt andlitsbragd skal vera upp á pláss. Tær átta genturnar skulu framføra sum ein. Eisini draktin ber boð um nærleika. Ein finnlendingur hevur sniðgivið, og á henni eru 3500 gimsteinar, sum genturnar sjálvar hava fest á. Christina Solmunde Michelsen býr í Paris í Fraklandi. Sambært henni hava ógvusligu tilburðirnir, sum hava skakað Frakland, sett sín dám á býin. Tað merkir, at nøkur fólk eru stúrin og varin, men annars líkist gerandisdagurin í Paris sær sjálvum. Tað kemur fram í svari frá Poul Michelsen, landsstýrismanni, til Anniku Olsen, tingkvinnu fyri Fólkaflokkin. Uttanríkis og vinnumálaráðið hevur samband við danska Energi , Forsynings og Klimaministeriet, sum í løtuni fyrireikar tilgongdina at staðfesta París sáttmálan. Landsstýrið hevur boðað frá, at málið skal viðgerast í politisku skipanini í Føroyum, áðrenn endalig støða kann verða tikin til sáttmálan. Verður endaliga støðan, at Føroyar ynskja at verða fevndar av Paríssáttmálanum, sum er sannlíkt, fara Føroyar at krevja, at føroysk mál fyri minking av útláti koma at standa fyri seg, tá fráboðanin um, at sáttmálin er endaliga góðkendur, verður latin ST. Tað verður sagt í svarinum frá Poul Michelsen, landsstýrismanni. Donsku mynduleikarnir hava fingið hetta at vita, og ein leistur, sum varð nýttur undir samráðingum í 209 kann brúkast sum fordømi, sæst í svarinum. VÍF hevur tryggjað sær, at Turið Arge Samuelsen og Marianna G. Eystberg í komandi kappingarári spæla í Vestmanna. Tað skrivar in.fo Turið Arge Samuelsen sigur við in.fo, at hon hevur brúk fyri eini broyting. Hon hevur hugsað um, at royna seg í útlandinum, men fyri fyrst verður tað í Vestmanna. Nú VÍF hevur styrkt og helst eisini fer at styrkja seg meira, kann roknast við, at kvinnuliðið hjá vestmenningum eisini verður ein av FM biðlunum í komandi kappingarári Í Brunsj greiðir Ómar millum annað frá uppvøkstrinum í Vestmannaoyggjunum og frá eldgosinum í 1973, ið hevði við sær, at øll familjan mátti flyta til Reykjavíkar eftir einari nátt. Sum tjúgu ára gamal flutti Ómar til Keypmannahavnar at lesa til innandura arkitekt, og tað hevur verið hansara yrkisleið líka síðani. Tað var eisini í Danmark, at Ómar lærdi at spæla badminton, og í dag spælir hann við Havnar Badmintonfelag, og er venjari hjá teimum heilt ungu spælarunum í felagnum. Í januar 2013 flutti Ómar Sigurbergsson til Føroyar saman við unnustu síni, Sif Gunnarsdóttir, ið tá tók við starvinum sum stjóri í Norðurlandahúsinum. Tey bæði hava trivist sera væl í Føroyum og tí eisini avgjørt at búgva her í minst fýra ár afturat. Jóanna Djurhuus vísir á, at Fiskivinnuráðið tók ikki undir við lógaruppskotinum um uppboðssøluna, tá var til ummælis í ráðnum í desember í fjør. Felagið Nótaskip er komið gjøgnum nálareygað hjá felagskapinum Marine Stewardship Council, sum hevur til sergrein at meta um, hvørt fiskiskapur er burðardyggur. Góðkenningin fevnir bæði um norðhavssild, makrel og svartkjaft, ið fyri fyrstu ferð nakrantíð fær MSC góðkenning. Góðkenningin gevur betri prís og betri marknaðaratgongd, sigur Jógvan Jespersen, stjóri í Felagnum Nótaskip. Fíggjarnevndin hjá Fólkatinginum hevur fund mikudagin og so aftur 23. juni. Síðani fer Fíggjarnevndin í summarfrí. Fyrsti fundurin eftir summarfrítíðina verður 1. september. Á heimasíðuni hjá Fíggjarnevndini sæst ikki, at fíggjarnevndarskjalið er komið. Sambært einum yvirliti skuldi skjalið annars koma í apríl. Hjá Fíggjarnevndini verður váttað, at umbønin er ikki komin enn. Tórshavnar kommuna keypti bygningin frá BankNordik hálvan mai 2013 fyri 40 milliónir krónur. BankNordik fekk sínar pengar í januar í ár. Tórshavnar kommuna seldi bygningin til Bygningsstyrelsen í Danmark, ið skal leiga hann til politistøð. Bygningsstyrelsen skuldi taka við bygninginum tann 1. februar, ella tann fyrsta í mánaðinum eftir at danska fíggjarnevndin hevur góðkent keypið. Tað stendur í treytaðu keypsavtaluni millum Bygningsstyrelsen og Tórshavnar kommunu, sum er undirskrivað í Keypmannahavn tann 8. januar. John Kølbæk, fúti, vónar, at Fíggjarnevndin avgreiðir málið í næstu viku ella í seinasta lagi 23.juni, tí annars verður einki fyrr enn eftir summarfrítíðina. Fíggjarmálaráðið hevur biðið um nýggj tøl fyri, hvussu nógv, politiið í Føroyum brúkar til millum annað streym og hita. Tey tølini fekk Ríkispolitiovastin í síðstu viku, og tey vórðu alt fyri eitt send víðari til Fíggjarmálaráðið. Stjórin í Vága Floghavn kann ikki avdúka, hvaðani ella hví stóra Airbus A321 flogfarið kemur til Føroyar, men sigur, at bara nøkur fá fólk eru við. Sum skilst kemur flogfarið í Vágar fyri at kanna, um føroyarutan hóskar til flogfarið. Føroya Lærarafelag sigur, at Mentamálaráðið skerjir talufrælsið fyri alment sett starvsfólk, nú Mentamálaráðið hevur givið stjóranum á Sankta Frans skúla boð um ikki at úttala seg meira um framhaldsdeildina á skúlanum. Mentamálaráðið hevur givið Selmari Jacobsen, stjóra á Sankta Frans skúla, boð um ikki at gera fleiri viðmerkingar alment um málið um framhaldsdeild, tí tað órógvar. Lærararfelagið mótmælir nú harðliga, at Mentamálaráðið gevur einum av limum teirra boð um ikki at úttala seg alment um skúlabygnaðin í hansara egna skúla. Lærarafelagið vil hava landsstýriskvinnuna at kanna málið innanhýsis í Mentamálaráðnum. Tað eydnaðist ikki útvarpinum at fáa viðmerking frá Poul Geert Hansen, aðalstjóra í Mentamálaráðnum. Skúlabygnaðurin, sum Tórshavnar býráð samtykti í 2012, varð ongantíð góðkendur í Mentamálaráðnum. Tí er tað skeivt at nýta skúlabygnaðin frá 2012 sum grundgeving fyri at nokta framhaldsdeild í Sankta Frans skúla. Tað heldur Jógvan Arge, varaborgarstjóri og limur í Mentamálanevndini í Tórshavnar býráð. Jógvan Arge hevur biðið um at fáa málið um framhaldsdeild í Sankta Frans skúla aftur fyri býráðið. Málið kemur fyri at býráðsfundi í Havn hóskvøldið í næstu viku. Odd Bjellv g, sum var seinasti nevndarformaðurin í gamla Eik banka, ger nú greitt, at virksemið í gamla bankanum varð ikki avhendað nýggja Eik fyrr enn 14. oktober í 2010, og tá varð tapið, hálv onnur milliard krónur, longu staðfest. Arni Brattaberg, nevndarformaður í TF Holding, sum eigur Eik banka, vísir aftur, at Eik yvirtók virksemið hjá gamla bankanum 14. oktober í 2010. Hann sigur, at altjóða grannskoðarafyritøkan Deloitte hevur ráðgivið TF Holding og kemur til ta niðurstøðu, at Eik hevur rætt til skattafrádrátt. Vágs kommuna hevur roynt nýggjar leiðir, til tess at steðga afturgongdini í fólkatalinum, men samstundis hava aðrar uppgávur ligið á láni. Men tørvurin á pappírsútgávuni er avmarkaður í Kringvarpinum, og tí fekk Finnur Koba uppgávuna at sleppa stovninum av við 100 kilo av pappíri. Farnu vikuna bórust tíðindini frá løgregluni um, at færri brot á revsilógina vóru meldað enn nakrantíð áður í Føroyum. Tað er serliga kriminalitetur sum herverk og stuldur, sum minni varð av í fjør enn undanfarin ár. Men um nærri verður hugt at somu tølum sæst, at løgreglan hevði tvær ferðir so nógv rúsevnismál í 2015 sum í 2008. Hagtølini ganga aftur til 2008, tá vóru 55 brot á lógina. Í fjør vóru 107 brot á lógina. Tað vóru eisni nógv harðskapsmál meldað í fjør. Harðskapsmálini, sum vóru meldað til løgregluna, vóru fleiri enn nakað annað ár, síðani skrásetingarnar byrjaðu í 2008. Tað byrjaði so væl í gjár við fronskum sigri á Rumenia, tá vertstjóðin spældi fyrsta dystin í EM endaspælinum, men í dag er vandi fyri kaos. Flogskiparar hjá franska tjóðarflogflagnum Air France fóru í dag í verkfall. Fráboðaða verkfallið verður næstu fýra dagarnar og fer at órógva flogferðsluna til og úr Fraklandi. Air France hevur í morgun avlýst umleið triðingin av øllum flogferðum í dag, skrivar BBC. Leiðslan í Air France hevur boðað frá, at tey royna at tryggja sær, at býirnir, har EM dystir eru á skránni, ikki verða raktir av verkfallinum á sama hátt sum aðrir. Verkfallið hjá flogskiparunum er bara tað seinasta í einari røð av verkføllum, sum raka beint nú stóra evropeiska fótbóltskappingin er í Fraklandi. Tí eisini tey, sum savna inn rusk, er farin í verkfall og tokførararnir hava júst verið í verkfalli í níggju dagar. Tey tíðindini ber in.fo. Talan er um kappingina Ninja Warrior, sum verður send á donsku sjónvarpsrásini Kanal 5. Teir tríggir føroyingarnir eru Birita Poulsen, sum vit vanliga seta í samband við fimleik, Øssur Debes Eiriksfoss, sum eisini hevur íðkað fimleik og frælsan ítrótt, og so Janus Jakobsen, sum er føroyameistari í kurvabólti. Kappingin er skipað sum eitt slag av forðarenning við ógvuliga ymiskum og øðrvísi avbjóðingum. Heimsins harðasta forðabreyt, kalla fólkini handan Ninja Warrior kappingina. Tilsamans 24 lið vóru við í kappingini, sum føroyska liðið altso vann. Og Ninja Warrior kappingin við Biritu Poulsen, Øssur Debes Eiriksfoss og Janus Jakobsen verður víst á Kanal 5 í september. Tørvurin á einum uttandura býarrúmi, sum veður og vindur ikki bíta á, hevur verið stórur. Tað sigur Bogi Andreasen, leiðari á Reinsarínum, nú tak verður lagt yvir túnið millum Reinsaríið og Miðlahúsið í Havn. TAKS avgjørdi í juni 2015, at Eik hevði rætt til at draga eina hálva milliard frá í skatti. TAKS metti, at tað at Fíggjarligt Støðufesti yvirtók virksemi uttan at rinda fyri tað, kundi tulkast sum um, at prísurin fyri at yvirtaka eina negativa eginogn frá gamla Eik var 0 krónur, og hetta merkir, at nýggi Eik hevði rætt til at draga eina hálva milliard frá sum goodwill. Sambært TAKS var avtalan frá 30. september at rokna sum ein vanligur skattskyldugan handil. Eitt hátrýst yvir landnyrðingspartin av Grønlandi og eitt lágtrýst sunnanfyri gjørdi, at eysturættin hevði heitan vind við sær, sigur veðurfrøðingurin hjá DMI, John Cappelan, sambært Ritzau. Talan var um ein turran og heitan føhnvind, ið kom oman úr fjøllunum. Og nýtt met kann vera á gáttini, tí dagurin í gjár var møguliga heitari enn hósdagurin. Hitamátingarnar skulu tó fyrst kannast, áðrenn tað kann staðfestast, sigur DMI. Kaninirnar vóru í einum búri, sum stóð í havnanum uttanfyri eini hús í Hornabø í Havn. Kaninir eru skotnar inni í búrinum, og eru síðani lagdar lið um lið. Hetta er so álvarsamt og grovt, at tey, sum hava gjørt hetta, skulu dragast til svars fyri hetta, sigur Heri Andreasen, vaktleiðari á løgreglustøðini í Havn. Løgreglan hevur tosað við fólk og grannar í økinum, men løgreglan heitir á onnur, sum hava sæð ella vita eitthvørt, um at gera vart við seg. Løgreglan hevur gjørt kanningar á økinum og hevur millum annað funnið eina luftbyrsu, sum tey meta, er brúkt, tá kaninirnar eru skotnar og dripnar. At drepa húsdjór hjá øðrum verður roknað sum herverk, tí er revsingin bót ella fongsulsrevsing upp í hálvtannað ár. Eisini kann endurgjaldskrav reisast móti tí ella teimum, ið hava framt herverkið. Lagið er ringt í Hvalvík, tí fók hava gingið og bíðað í tímavís, tí kappróðurin er seinkaður. Barnaróðurin skuldi byrja klokkan 13, men er ikki byrjaður enn.Tað hevur við sær, at sjálvur FM róðurin hjá teimum vaksnu ikki kann byrja til ásettu tíð. Sum skilst var starturin als ikki klárur, tá fólk møttu upp í Hvalvík fyrrapartin. Hetta er sera óheppið, og talan er um eina misskiljing millum okkum í RSF og fyriskipararnar, sigur ein sera fámæltur formaður í RSF, Tóki Hartman Niclasen. Hann væntar tó, at byrjað verður hvørja løtu uttan at seta klokkutíð á. Fyrstu bátarnir eru farnir út á startin nú, og fyrstu tveir róðrarnir eru barnaróðrar, sum vanliga verða avgreiddir upp á ein tíma, so tað merkir, at helst verður róðurin hjá teimum vaksnu ikki byrjar fyrr enn klokkan nærkast fýra. Hetta skal ikki koma fyri. Vit vóru á fyrireikingarfundi her mikukvøldið og fóru gjøgnum allar staklutir. Tá vístu vit eisini á nøkur viðurskifti, sum skuldu fáast upp á pláss. Líkt er til, at hetta ikki er gjørt. Fyrireikingarnar hava ikki verið nóg góðar, sigur Karlot Hergeirsson, kappingarleiðari í Róðrarsambandi Føroya. Hinvegin vilja bert 45 prosent fara at atkvøða fyri at vera verandi. Gloppið millum ja og nei er tað størsta, síðani Independent byrjaðu at gera veljarakanningar um fólkaatkvøðuna 23 juni. Veljarakanningin avdúkar tó, at tey, sum atkvøða fyri, at Ongland skal taka seg úr ES. Ikki øll eru sannførd um, at tað fer at henda. Tá tey somu 2000, sum vóru spurd um, hvat tey fóru at velja, vóru biðin um at spáa um úrslitið, var munurin minkaður til bert fýra prosentstig millum partarnar. Fleiri evropeiskir leiðarar stúra fyri, hvat fer at henda í Evropa, um Ongland tekur seg úr samstarvinum. Svenski uttanríkisráðharrin Margot Wallstrøm sigur millum annað við BBC, at fólkaatkvøðan kann fáa ta óhepnu avleiðing, at fleiri lond taka seg úr samstarvinum, og at ES í evstu avleiðing kann fara í søguna. Undan dystinum millum Ongland og Russland í gjár, mátti løgreglan nýta kniplar og táragass móti ensku og russisku fótbóltsfjepparunum, ið vóru savnaðir við havnalagið í Marseille, tí tveitt varð við fløskum og stólum og fleiri fóru til hendurs. Eisini eftir sjálvan dystinum millum Ongland og Russland, sum endaði við javnleiki 1 1, gjørdist ófriður, tí russisku fótbóltsfjeppararnir brutu seg gjøgnum byrgingina til áskoðaraplássini, har ensku fótbóltsfjeppararni stóðu. Evropeiska fótbóltssambandið, UEFA, kannar nú tað sum fór fram, og londini kunnu vænta sær eina revsing, skriva fleiri útlendskir miðlar. At tað koma fleiri bakteriur, ið eru mótstøðuførar fyri antibiotika, kann elva til, at vit verða førd aftur í tíðina, tá fólk kundu doyggja av smávegis bruna av ymsum slag, sigur Willam Smith, smittuverjufrøðingur. Granskarar eru órógvaðir av gongdini. Vandin at koma í eina lívshættisliga støðu av eini mótstøðuførari bakteriu, fer at økjast við tíðini, heldur smittuverjufrøðingurin. Mótstøðuførar bakteriur eru eisini í Føroyum. Tær eru tó ikki vandamikilar í sjálvum sær, tí enn ber til at viðgera sjúkur, ið standast av bakteriunum. Hóast eingin vandi er á ferð í Føroyum enn, so er hóttanin til staðar, heldur William Smith. Verktætlanin til Hvalbiar tunnilin verður nú bjóðað út, og tí er neyðugt at byrja fyrireikingarnar til Suðuroyartunnilin, sigur Henrik Old, landsstýrismaður. Hann vísir á, at ferjan, Smyril, helst ikki heldur sær í eins nógv ár, sum gamli Smyril gjørdi. Hann vil tí arbeiða fyri, at Suðuroyartunnilin verður framskundaður, soleiðis tað ikki endar við, at ein nýggj ferja verður keypt. Margot Wallstrom, svenski uttanríkisráðharrin, væntar, at onnur limalond fara eisini at taka støðu til limaskapin í ES, um bretar atkvøða fyri at fara úr ES tann 23. juni. Tí kann fólkaatkvøðan í Bretlandi fáa álvarsamar avleiðingar fyri evropeiska samstarvið, heldur hon. Verður Bretland verandi í evropeiska samstarvinum við teimum framíhjárættindinum, sum bretska stjórnin hevur samrátt seg til, vilja onnur lond eisini hava framíhjárættindi, sigur svenski uttanríkisráðharrin við BBC. Hon heldur, at evropeiska samstarvið skal umrøða støðuna og umskipa bygnaðin, um felagsskapinum skal vera lív lagað. Sjálv vónar Margot Wallstrom, at Bretland verður verandi partur av ES. Í bretsku veljarakanninginum stendur á jøvnum millum tey, sum vilja verða verandi í ES, og tey, sum vilja sleppa burtur úr samstarvinum. Tað, vit vita, hava fólk ongantíð fyrr verið á 121 metrar høga Geituskorardranginum, men í dag megnaðu klintrararnir, Bergur Mikladal og Jóhannus Hansen, at basa høga dranginum. Í Klaksvík stóðu teir báðir málrevarnir Jóannes Bjartalíð og Páll A. Klettskarð fyri hvør sínum máli, tá ið KÍ vann oddadystin ímóti Víkingi 2 0. Støðan í EFFO deildini eftir 14. umfør er hendan 1 KÍ 32 2 Víkingur 28 3 B36 26 4 NSÍ 24 5 ÍF 21 6 HB 19 7 TB 13 8 Skála 13 9 AB 9 10 B68 6 Felagið Línuskip gjørdi vart við longu í januar, at kvotan skuldi verða býtt í seinasta lagi 1. mars, tí tá eru línuskipini undir Íslandi. Haðani er styttri at sigla til Grønlands enn úr Føroyum. Men tað bar ikki til, og tað átala Línuskip harðliga. Fiskivinnuráðið tekur undir við felagnum. Skipini, sum lata øðrum sína kvotu, skulu ikki hava nakran vinning av tí. Fiskimálaráðið ætlar, at bara seks skip sleppa at fiska har við Eysturgrønland í senn. Fær Vørn fleiri enn seks umsóknir frá línuskipum, sum vilja til Eysturgrønlands, verður lutakast millum umsøkjararnar. Hvørt skipið fær loyvi til ein túr til Eysturgrønlands. Báðar kvoturnar, toskur og brosma, eru felagskvotur. Felagið Línuskip mælir til, at lutakastið í ár skal ikki gerast grundarlag undir søguligum rættindum í 2017. Dannebrog leggur at á Drelnesi við mentanarhúsið Salt, har løgmaður, ríkisumboðsmaðurin og Kristin Michelsen, borgarstjóri, taka ímóti. Drotningin kom til Føroya seinnapartin gjár við flogfari hjá danska herinum, og úr Vágum varð farið umborð á Dannebrog, sum lá á Kollafirði. Drotningin fer fyrst at vitja Salt, har Ólavur Rasmussen, formaður í Salt grunninum fer at greiða frá. Síðani verður farið til Hovs at vitja skúladepilin. Úr Hovi verður farið til Hvalbiar og Sandvíkar. Í Hvalba verður millum annað vitjað á Sambýlinum Óðalsbrekku, og í Sandvík verður farið inn á gólvið í elsta húsinum í Suðuroynni. Seinnapartin verður vitjað á Tvøroyri, millum annað í húsunum, har kongaligi einahandilin helt til, á Varðanum Pelagic og umborð á MS Thorshavn. Klokkan 9 00 Danska verjuskipið Triton og føroyska verjuskipið Brimil eru við í kongaliga fylginum undir leiðslu av skipsovastanum, áðrenn komið verður inn á Drelnes á Tvøroyri. Triton ger kongsheilsan við 27 skotum. Føroyskir róðrarbátar og MS Thorshavn fylgja kongaskipinum Dannebrog, tá ið skipið kemur inn á Drelnes. Løgmaður heldur stutta vælkomurøðu og rópar 9 ferðir hurrá fyri H. H. Drotningini. Haldis Michelsen handar drotningini blómutyssi. Síðan spælir Tvøroyrar hornorkestur undir leiðslu av Tróndi Enni Kong Christian og Tú alfagra land mítt. Klokkan 9 45 H. H. Drotningin, løgmaður og frú, ríkisumboðið, borgarstjórin og frú, løgmansstjórin umframt restin av fylginum spáka yvir til mentanarhúsið SALT, sum verður bygt. Ólavur Rasmussen, stjóri, tekur ímóti við dyrnar og greiðir frá um húsið. Kórið Ljómur framførir tvey løg, tá komið verður inn í húsið. Gingið verður uppá til komandi matstovuna, har Agnes Mols Mortensen, lívfrøðingur, greiðir stutt frá um tara. Leif Sørensen, kokkur, bjóðar brellbitar. Klokkan 10 30 Komið verður til skúladepilin í Hovi. Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, tekur ímóti. Saman við henni standa Ole V. Laursen, rektari, og Jórun Petersen, leiðari á Heilsuskúlanum. Landsstýriskvinnan vísir skúlan fram. Í kantinuni heldur landsstýriskvinnan stutta røðu, og tað verður bjóðað brellbitar. Næmingar spæla bakgrundstónleik. Klokkan 11 30 Komið verður til Sambýlið á Óðalsbrekku í Hvalba. Trúgvi Gudmundarson, borgarstjóri, og frú Jean Fríolvsdóttir taka ímóti H. H. Drotningini. Óðin Jákupsson handar H. H. Drotningini blómutyssi. Barbara Julsgart, leiðari, Bjarndis Mortensen, starvsfólk, og Anna Djurhuus, leiðari fyri Bú og Heimatænastuna, greiða frá. Drotningin heilsar upp á búfólkini. Róin Schrøter vísir fram eina eftirgerð av hellinum í Lítlu Dímun og Eyðbjartur Skaalum visir fram eina framsýning av kolanáminum í Hvalba. Borgarstjórin handar gávu. Klokkan 13 10 Komið verður til Sandvíkar, og farið verður inn á gólvið í elsta húsinum í Suðuroy. Vónbjørt á Hólum og Rannveig Hovgaard taka ímóti H. H. Drotningini og siga søguna um húsið. Sagt verður farvæl við Trúgva Gudmundarson, borgarstjóra, og frú Jean Fríolvsdóttir. Klokkan 13 45 H.H. Drotningin kemur til Tvøroyrar. Tvøroyrar Hornorkestur undir leiðslu av Tróndi Enni spælir í túninum við Kgl. Einahandilin, tá bilafylgið kemur koyrandi. Kristin Michelsen, borgarstjóri, og frú Joan Michelsen taka ímóti í túninum við Kgl. Einahandilin. Borgarstjórin navnkennir býráðið í hesi raðfylgju Klokkan 14 15 H. H. Drotningin spákar inn í Kgl. Einahandilin. Kári Jespersen, søgufrøðingur, greiðir frá um bygningarnar og frá tíðini á Tvøroyri sum heild fyri 180 árum síðan. Klokkan 14 40 Spákað verður til Pakkhús 4, ið verður nýtt til ungdómshús. Pól Arni Holm, leiðari, greiðir frá virkseminum. Ungdómur er í húsinum. Klokkan 15 00 Komið verður til Varðan Pelagic. Bogi Jacobsen, stjóri, tekur ímóti H. H. Drotningini og navnkennir leiðsluna. Bogi Jacobsen, stjóri, greiðir stutt frá um virksemið í matarhøllini, handar gávu og síðani verður virkið víst fram. Klokkan 15 40 H. H. Drotningin við fylgi spáka til MS Thorshavn, sum liggur við bryggju undir bygninginum hjá P f Varðin Pelagic. Vitjað verður umborð. Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður og formaður fyri grunnin, sum eigur skipið, tekur ímóti H. H. Drotningini. Sagt verður frá søguni hjá 75 ára gamla farinum. Klokkan 18 30 H. H. Drotningin við fylgi verða heintað við kongaskipið Dannebrog av løgmanni, Aksel V. Johannesen, frú Katrin D. Apol og ríkisumboðnum, Dan M. Knudsen. Koyrt verður til Seglloftið. Klokkan 18 35 Kristin Michelsen, borgarstjóri, og frú Joan Michelsen eru vertir við døgurða á Seglloftinum. Borgarstjórin handar gávu. Klokkan 21 05 H. H. Drotningin við fylgi fara umborð á kongaskipið Dannebrog. Skipað verður fyri føroyskum dansi á bryggjuni við kongaskipið Dannebrog, sum siglir av Tvøroyri. Tá Margretha Drotning nú er á vitjan í Føroyum, skal hon í Løgtingið í morgin, og har skal hon halda talu. Sum vanligt er, so er ein partur av taluni, tann seinasti parturin, altíð á góðum føroyskum. Seinastu 32 árini hevur føroyski presturin, Lisberth Solmunde Michelsen, sum hevur starvast sum prestur í Aalborg í nógv ár, hjálpt drotningini við føroysku úttaluni og týtt henda umleið seinasta triðingin av taluni til føroyskt. Mikudagin heiðraði Margretha drotning Lisbeth Solmunde Michelsen fyri hennara drúgva starv í kongshúsinum og sanniliga eisini fyri tað arbeiði, Lisbeth hevur gjørt millum føroyingar i Danmark. Tað tykist sum alt hongur á herðunum hjá Zlatan, men fyri at tað skal bera til, mugu eisini allir hinir spæla væl. Inna Tørnroos sigur, at Zlatan er størri enn nøkur poppstjørna í Svøríki hann er ein hálvur gudur. Nógvhalda halda hann vera stuttligan og undirhaldandi, men onnur siga, at hann er arrogantur og frekur. Svøríki spælir sín fyrsta dyst í EM undanspælinum í dag klokkan 17. Tá bresta Svøríki og Írland saman á Stade de France í París, og hetta er ein sera týðandi dystur, meta sviðar. Tað var 29 ára gamli Omar Mateen, sum skeyt frá hond og drap í minsta lagi 50 fólk í einum náttklubba fyri samkynd í Orlando í amerikanska statinum Florida í gjár. Tað váttaði samveldisløgreglan, FBI, á tíðindafundi í gjárkvøldið. FBI váttaði eisini, at Omar Mateen, áðrenn hann trokaði seg inn í náttklubban, ringdi til løgregluna og segði, at hann svór yvirgangsfelagsskapinum Islamskum Stati trúskap. Seinni frættist, at Islamskur Statur hevði átikið sær skyldina fyri yvirgangsatsóknina. Men sambært dagblaðnum New York Times bendir í løtuni einki á, at Mateen hevði fingið hernaðarliga venjing í IS. Heldur einki bendir á, at nakað beinleiðis samband var millum Mateen og Islamskan Stat. Ongantíð hava so nógv fólk latið lív í einum skottilburði í USA. Umframt tey deyðu, vórðu í minsta lagi 53 fólk særd. Reuters skrivar, at FBI hevur havt eyguni eftir Omar Mateen, og løgreglan hevur avhoyrt tvær ferðir. Men málið varð slept, tí hildið var ikki, at hann var vandamikil. Sambært amerikanska løgmálaráðnum keypti Omar Mateen lógliga vápn. Men tað er ikki greitt, um hann nýtti hesi vápnini í atsóknini í gjár. Mateen var amerikanskur ríkisborgari, men bæði foreldrini eru afganar. Børnini skulu virðast fyri tað, tey eru, heldur enn fyri próvtølini, tey fáa. Vit skulu elska børnini, ið fáa 5 og 12 líka høgt. Hyggjuráðini eru at siga børnunum, at gert tú títt besta, so er í lagi, líkamikið hvat karakterurin er Skiftið frá barnagarði til skúla er ovurstórt. Eftir einum degi verða stór krøv sett barninum. Krøv, sum barnið ofta ikki skilir, sigur Bjørghild Djurhuus, sum staðiliga mælir fólki frá at leggja tey góðu próvtølini hjá børnum sínum á Facebook. Geituskoradrangur var frammanundan mettur vera 113 metrar høgur, men Bergur Mikladal og Jóhannus Hansen máldu hann við GPS at vera 121 metrar høgur. Fleiri týðandi avgerðir skuldu takast á vegnum upp, tí nógv leyst grót er á Geituskoradrangi, sigur Bergur Mikladal við morgunsendingina. Alt gekk tó væl, og komnir á toppin tóku teir sær av løttum og sólaðu sær, áðrenn leiðin gekk niður aftur. Tann ferðin var avgeidd eftir einum tíma. Fiskivinnuráðið tekur ikki undir við at selja fisk á uppboðssølu. Sambært uppskotinum um kunngerð um uppboðssølu, ið Fiskivinnuráðið hevur viðgjørt, skal minstiprísurin, sum landsstýrismaðurin ásetur, ikki vera almennur. Fiskivinnuráðið heldur, at landsstýrismaðurin kann koma undir illgruna fyri at broyta minstaprísin, so hvørt sum hann sær, hvat hendir á uppboðssøluni. Tað er eitt sindur ódámligt, heldur Fiskivinnuráðið. Fiskivinnuráðið heldur eisini, at kravið um trygd fyri pengunum, sum keypt verður fyri á uppboðssøluni, fer at forða smáum reiðaríum í at bjóða, tí trygdin skal setast, áðrenn boðið verður. Reiðarafelagið viðger framvegis spurningin, um felagið skal stevna Fiskimálaráðnum eftir endurgjaldi fyri fiskirættindi, sum verður seld á uppboði. Felagið hevur havt limafund um málið, og nevnd felagsins viðger framvegis málið. Eg havi arbeitt hart og nógv fyri at koma so langt, sigur Olaf Johannesen, sjónleikari, tá morgunsendingin ringdi til hansara í morgun. Tað, at eg misti starvið á Kongaliga Teatrinum, gjørdi, at eg fann meg sjálvan og k veikti meg aftur at vera meira søkjandi, sigur Olaf Johannessen. Frásøgumenn á túrinum vóru Sjúrður Joensen og Olevinus Sørensen. Myndamaðurin Jógvan Eli Dam, sum saman við øðrum eisini var við á túrinum, hevur tikið myndirnar. Aksel V. Johannesen, løgmaður, Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Dan M. Knudsen, ríkisumboðsmaður, bjóða H. H. Drotningini vælkomnari. Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, tekur ímóti við dyrnar og navnkennir síðan formansskap Løgtingsins og Jonhard Klettheyggj, løgtingsstjóra, í hesi raðfylgju Løgtingsformaðurin fylgir H. H. Drotningini upp í móttøkuhølini á 1. hædd, har løgtingsformaðurin bjóðar vælkomin. Drotningin heilsar upp á løgtingslimirnar, ið eru til staðar. Okkurt leskandi verður boðið. Aksel v. Johannesen, løgmaður, við frú Katrin D. Apol, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, við frú Hjørdis Mortensen spáka við H. H. Drotningini eftir Mylnugøtu til nýggju trappuna í Vágsbotni. Havnar Hornorkestur spælir. Borgarstjórin, Heðin Mortensen, og frú, Hjørdis Mortensen, bjóða H. H. Drotningini vælkomnari. Borgarstjórin navnkennir býráðslimirnar í hesi raðfylgju Klokkan 12 20 Dánjal á Neystabø og Búi Dam framføra Ævintýraferðina fyri børnunum. Tá ein sangur er framførdur, spákar H. H. Drotningin við fylgi niðan í Reinsaríið. Klokkan 12 30 Í Reinsarínum er framsýning við heitinum Kongsvitjanir í Havn frá 1844 2010. Alan Brockie hevur lagt framsýningina til rættis. Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri í Tórshavnar kommunu, tekur ímóti. Mikael Viderø, tekniskur stjóri, og Ingunn Eiriksdóttir, miðfyrisitingarstjóri, eru til staðar. Helgi Fossadal greiðir frá framsýningini. Hans Juul Hansen, stjóri, tekur ímóti H. H. Drotningini. Framsýning er av livandi modellum í føroyskum klæðum niðri undir. Majbritt Jakobsen, stjóri hjá Marjuni Heimá, greiðir frá framsýningini. Síðan verður farið uppá, har 12 teir kendastu sniðgevararnir hava framsýning. Sissal Kristiansen, sniðgevi, greiðir frá framsýningini. Eyðfríð Jacobsen, stjóri, tekur ímóti H. H. Drotningini. Er veðrið gott, sita fólk uttanfyri. Eyðfríð Jacobsen vísir fram strandlonina, meðan restin av fylginum fer inn í felagssalin. Klokkan 18 50 Dan M. Knudsen, ríkisumboðsmaður, heintar H. H. Drotningina við fylgi við kongaskipið Dannebrog. Koyrt verður til Norðurlandahúsið. Løgmaður og frú, Katrin D. Apol, taka ímóti H. H. Drotningini. Løgmaður navnkennir Sif Gunnarsdóttir, stjóra í Norðurlandahúsinum. Saranja Ellingsgaard handar H. H. Drotningini blómutyssi. Løgmaður handar gávu. Verandi íløguætlan verður ikki broytt sigur Jónleif Johannesen, formaður í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum, nú landsstýrismaðurin í samferðslumálum vil hava Suðuroyartunnilin fyrireikaðan longu nú Í samgonguskjalinum hjá sitandi samgongu stendur, at arbeitt verður eftir verandi íløguætlan. Suðuroyartunnilin er ikki í henni. Í Samferðsluætlanini hjá Landsverki, sum røkkur til 2024, stendur, at Sandoyartunnilin er fyrsta stigið til Suðurleiðina. Ein tunnil millum Sandoynna og Suðuroynna verður 24,2 kilometrar Bjørn Kalsø í Sambandsflokkinum vil hava at vita frá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, hvussu nógv vegskatturin fer at geva landskassanum í ár, samanborið við í fjør. Hann spyr eisini, hvussu stórur partur av meirinntøkuni stavar frá hækkingini í vegskattinum, og um landsstýrið ætlar at hækka vegskattin uppaftur meira. Bjørn Kalsø sigur, at samgongan hevur hækkað almennu útreiðslurnar munandi, og fyri at fíggja ein part av vøkstrinum, er ein røð av avgjøldum, sum borgarar og vinnulív skulu gjalda, hækkað. Nú Akstovan hevur sent uppkrav fyri vektgjøldini seinna hálvár, hevði verið áhugavert at vitað, hvussu stór hækkingin hevur verið, sigur Bjørn Kalsø. Drekkivatnið í Sandavági kemur úr keldum, sum í løtuni ikki geva so nógv vatn. Tí er nú neyðugt at steingja fyri vatninum fyri at spara vatn. Stongt verður fyri drekkivatninum í Sandavági næstu nátt frá klokkan 23 30 5 30. Enn er ikki greitt, um kommunan ger onnur tiltøk fyri at tálma nýtsluni. Tað stendur í eini frágreiðing, sum varð gjørd, men sum higartil hevur verið loynilig. Stjórin í CIA, John Brennan, hevur avdúkað, at frágreiðingin helst verður kunngjørd í næstum Ein serlig nevnd varð sett at gera eina frágreiðing eftir álopið í New York. Nevndin skuldi leggja serligan dent á saudiarabiska leiklutin. Í niðurstøðuni stendur, at eingi tekin eru um, at embætisfólk úr Saudiarabia høvdu nakað við atsóknina at gera, hóast tíðindini leingi gingu um, at Saudiarabia hevði ein fingur við í atsóknini. Millum annað við at stuðla tey sum framdu atsóknina. Teir flestu av teimum 19 sum framdu atsóknina, vóru úr Saudiarabia, og eitt skifti umhugsaði USA at stevna Saudiarabia eftir endurgjaldi fyri skaðarnar sum stóðust av álopinum. Forsetin sigur seg fara at nýta vetorætt sín ímóti ætlanini, um hon kemur so langt. Verður sakarmál reist, so hevur Saudiarabia hótt við at selja amerikanskar ognir og virðisbrøv fyri 750 milliardir dollarar. Altjóða minifiddlers festivalur hevur verið í Føroyum í døgunum 8. 12.juni. 45 næmingar úr fleiri londum venja við G za og øðrum strúkaralærarum. Hetta eru næmingar, sum eina ferð um vikuna fáa fjarundirvísing í violin. Nú hittust tey her í Havn at spæla violin saman. Tey eru úr Danmark, Týsklandi, Ísrael, Lapplandi, Finnlandi og Suðurkorea. Børnini eru 8 12 ára gomul og fimm føroysk børn eru eisini við. Festivalurin endaði við konsert í Norðurlandahúsinum. Vit vóru har við mikrofonini, tá ið legan var byrja og her var nógvur tónleikur at hoyra. Tað sigur Føroya Handverksmeistarafelag í eini viðmerking til boðini frá Landsverki um, at stovnurin hevur tørv á maskinum, um eitt nú kavaruddingin skal kunna gerast til lýtar. Á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum skrivar Magnus Magnussen, formaður í Føroya Handverksmeistarafelag, at Landsverk eigur at útveita tað, sum útveitast kann. Formaðurin í Handverksmeistarafelagnum vísir á, at Landsverk um aldarskiftið fór undir at bjóða ymisk arbeiðir út til privatar arbeiðstakarar, og nú er tíðin komin til at Landsverk eisini fer at bjóða rakstraruppgávur út. Víst verður á, at Landsverk framvegis nýtir sama hátt tá talan er um viðlíkahald av landsvegum og tunlum, fresing og asfaltering, vetrarhald á landsvegunum og framleiðslu og sølu av gróti, skervi og asfalti. Hetta er uppgávur, sum uttan iva kundu verið loystar av privatum veitarum. Á tann hátt kundi Landsverk lagt størri dent á tað sum er kjarnuuppgávan hjá stovninum at stýra íløgum og rakstri gjøgnum sáttmálastýring. Føroya Handverksmeistarafelag vísir á, at í Noregi verður raksturin av vegakervinum boðin út á hvørjum ári. Í Føroyum eigur Landsverk at bjóða rakstrar , viðlíkahalds og vetrarhaldið av landsvegakervinum út. Til dømis fyri eitt fimm ára skeið, so at fyritøkurnar náa at gera neyðugu íløgurnar og tillaga sítt virksemi. Tískil kemur Landsverk at hava ein týdningarmiklan leiklut at tryggja góðsku og kapping yvir tíð, í mun til játtan. Tí heldur Føroya Handverksmeistarafelag, at tað ikki eru nýggjar maskinur, sum Landsverki tørvar, men heldur ein nýggjur háttur at skipa arbeiðið. Tað er Jógvan Thomsen, sum í barnaárunum var í torvi suðuri á Borðuni og ofta er ferðaleiðari eftir gøtuni millum Borðuna og Nólsoyarbygd, ið sigur frá á hesum áhugaverda gongutúri í Nólsoy. Gingið verður bara partvís eftir varðagøtuni. Ein part av túrinum verður gingið á eystursíðuni av oynni, har víkingar hava búleikast. Næmingar í 10. flokki mugu fáa tvífalt so nógv stig í støddfrøðipróvtøkuni í ár sum í fjør. Tí fáa nógvir næmingar einki prógv. Tað sigur Evald Rasmussen, lærari í Eysturskúlanum. Næmingar halda støðið í ár samanborið við onnur ár, hóast dømingarleisturin er broyttur. Tað sigur Regin Marnersson, stjóri á Próvstovuni. Sorg er í býnum Orlando í Florida í dag, eftir at ein vápnaður maður um vikuskiftið drap 50 fólk. Lív Mortensen úr Havn býr í Orlando, og hana tosaðu vit við seinnapartin. Margretha drotning varð boðin til borðs, tá hon vitjaði eldrasambýlið í Hvalba fyrrapartin. Á sambýlinum býr 73 ára gamli Finnur Fríði Sigmundarson Olsen, og hann fór ein túr í skúrin, áðrenn kongaligu vitjanina. Tá kvinnan ikki var komin aftur klokkan stívliga níggju í gjárkvøldið, varð ringt til politiið. Staðkend bjargingarfólk, fjallabjargarar, sjálvboðin, tyrla og hundur hava leitað síðani mánakvøldið. Politiið samskipar leitingina. Nógvur mjørki var í gjárkvøldið, og tá bar ikki til at leita við tyrlu. Fólk tosaðu við kvinnuna í telefon í gjárkvøldið. Tá var alt í lagi. Fakfeløg, sum hava lønarsamráðingar við Arbeiðsgevarafelagið hetta til 1. mai í 2018, fáa 2,2 prosent fyrra árið og 2,3 prosent seinna árið, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag. Tí hetta er tað, sum tey fimm arbeiðarafeløgini fingu. Semjan, sum varð gjørd 6. mai, leggur støðið undir øllum samráðingunum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag í samráðingarumfarinum 2016 2018. Hetta verður útreiðslukarmurin í øllum umfarinum, sambært arbeiðsgevarunum. Í sáttmálasamráðingunum í 2014 vildu handverkarafeløgini samráðast um lønarkarm saman við arbeiðarafeløgunum. Hetta góðtóku Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag. Treytin var tó, at arbeiðsfólk og handverkarar samráddust sum ein partur og høvdu somu støðu til møguliga semju. Føroya Arbeiðsgevarafelag sigur, at arbeiðarafeløgini og handverkarafeløgini skuldu boða Arbeiðsgevarafelagnum og Handverksmeistarafelagnum frá fyri 1. januar í ár, um tey vóru samd um ein nýggjan samráðingarleist. Men tað hendi ikki. Tí verður karmurin framvegis avgjørdur í samráðingunum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini, sigur Arbeiðsgevarafelagið. Umhvørvis og býarskipanarnevndin hjá Klaksvíkar býráði hevur samtykt at fara í holt við ein nýggjan býling á Fossum, sigur Kristian Eli Zachariasen, formaður í nevndini. Kommunan fer fyrst at ogna sær lendið at byggja á. Í fyrstu atløgu ætlar kommunan at ogna sær sunnasta partin á Fossum. Har verða 18 til 20 grundstykki. Eftirspurningurin eftir stykkjum avger so, hvussu verður hildið fram við byggistigunum tvey, trý og fýra. Har kunnu fáast 40 til 60 grundstykki og íbúðir. Miðað verður eftir, at grundstykkini verða tøk eina ferð í 2018, sigur Kristian Eli Zachariasen, formaður í Umhvørvis og býarskipanarnevndini í Klaksvík. Um átta tíðina í morgun fann tyrlan kvinnuna einar 150 metrar í brekkuni oman av Støðlafjalli, Úti í Teigum. Lækni staðfesti seinni, at kvinnan var deyð. Kvinnan er nokk gliðin oman brekkuna, tað er nokk so bratt har, og hon hevur onkrar smávegis løstir, segði John Kruse, vaktsjefur á politistøðini í Havn, við útvarpið . Kvinnan fór niðan á Støðlafjall seinnapartin mánadagin, men tá kvinnan ikki var komin aftur um níggju tíðina mánakvøldið, varð ringt til politiið. Síðani fóru staðkend bjargingarfólk, fjallabjargarar, sjálvboðin, tyrla og hundur at leita. Kvinnan var kend á Støðlafjalli, tí hon hevur ofta gingið har. Enn er so lítil vitan um árinini, sum kunnu standast av rognkelsum í alibrúkum, at Umhvørvisstovan letur bara loyvi í eitt framleiðsluumfar í senn til at brúka rognkelsi at taka laksalús. Tað stendur í ískoyti til umhvørvisgóðkenning, sum Marine Harvest Faroes hevur fingið til at seta rognkelsi í aliringar á Sandsvág og í Skúvoyarfirði. Marine Harvest Faroes ætlar at innflyta rognkelsi úr Íslandi. Ískoytið til umhvørvisgóðkenningina er galdandi til 1. november næsta ár. Umhvørvisstovan heldur tað vera skilagott at brúka rognkelsi sum reinsifisk. Men enn veit Umhvørvisstovan lítið um, hvussu nógv rognkelsini dálka, og tað sama kann sigast um smittuvanda og genetiska ávirkan á laksin. Tí verður bara latin tíðaravmarkað góðkenning fyri eitt framleiðsluumfar í senn, stendur í ískoytinum til umhvørvisgóðkenningina hjá Marine Harvest Faroes, sum hevur fingið loyvi at ala laks á Sandsvág og í Skúvoyarfirði. Í 2050 verður meira plast enn fiskur í heimshøvunum, og tað fer at koma aftur um brekku, tá talan er um føði. Tað sigur svenski granskarin, Johan Rockstr m. Hann vísir á, at skulu øll í heiminum fáa nóg mikið til matna, so mugu vit hugsa fyrst og fremst um havið og ríkidømið, sum har er. 196 lond skrivaðu á veðurlagsráðstevnuni í París í fjør undir eina burðardygga ætlan í 17 punktum. Semjan var breið, og tað gevur nógvar møguleikar, men neyðug stig mugu eisini takast, sigur Rockstr m. Rokkstjørnan viðgongur samstundis, at samtyktin í París setur stór krøv, men skal ferð setast á burðardygga menning í heiminum, so er neyðugt at fara til verka. Vit hava sett okkum fyri, at øll skulu fáa nóg mikið av góðum og sunnum mati. Tí mugu átøk til, sum kunnu tryggja fiskin í høvunum, og ránsveiðan má halda uppat, sigur Johan Rockstr m. Við at lata standa til verður lívsgrundarlagið tikið undan 250 milliónum fólkum, og neyðugu føðina frá meiri enn einari milliard fólkum, sum hava tørv á fiski, heldur granskarin. Móttøka við Brandi Sandoy, borgarstjóra, og frú Anju Sandoy, Aksel V. Johannesen, løgmanni, og frú Katrin. D. Apol og Dan M. Knudsen, ríkisumboðsmanni. Brandur Sandoy, borgarstjóri, og Súsan í Jákupsstovu, savnsleiðari, vísa fram tríggjar listamenn Mikines, Frimod Joensen og Ingálv av Reyni. Steðgað verður við Gívunarspor. Jógvan Nicodemussen Jógvan í Klingruni tekur ímóti og greiðir frá kendu søgnini um Gívrina. Síðani verður gingið oman og hugt eftir steininum, har 20 kvinnur hava bundið søgnina um Gívrina. Uni Árting, jarðfrøðingur, tekur ímóti og greiðir frá. H. H. Drotningin gongur út at hyggja eftir steinrenningunum, har viðarbular síggjast sum steinrenningar á markinum millum miðfláirnar og ovastu basaltfláirnar. Símun Arge, fornfrøðingur, tekur ímóti og greiðir frá um nýggjasta útgrevsturin niðri á Sandabrekkuni, sum prógvar, at búsetingar hava verið har um ár 300. Kristina sigur, at tríggir teir fyrstu mánaðirnir í lærutíðini var ein royndartíð, har ið hon altíð skuldi vera saman við einum royndum persóni, tá ið hon skuldi arbeiða við kemiskum evnum, men kortini var hon sett at gera eina vandamikla blanding, meðan hon var einsamøll, sjálvt um hon gjørdi vart við reglurnar í royndartíðini. Kristina skal mikukvøldið klokkan 19.00 siga alla sína søgu, og hetta verður á Grønanesi í Vestmanna og í Norðurlandahúsinum hóskvøldið klokkan 19 30. Tað siga fyribils úrslit frá kanningunum hjá Magnusi Heinasyni í mai og juni. Hesar kanningar verða gjørdar triðja hvørt ár millum Biskayavíkina og norður til Føroya. Tólv altjóða kanningarferðir verða gjørdar frá februar til juni. Magnus Heinason ger kanningar í norðasta parti av gýtingarøkinum hjá makreli. Stóra broytingin í ár er, at so nógv rognkorn eru funnin so langt norðuri og so seint í gýtingartíðini. Sambært Havstovuni ber tó ikki til at siga enn, hvat hetta merkir fyri makrelstovnin. Tíggju lond eru við í hesum kanningum, Føroyar, Ísland og átta ES lond. Havstovan upplýsir, at nakrir av manningini á Magnusi Heinasyni royndu eftir makreli við tráðu, og var makrelur javnan at fáa á allari siglingarleiðini. Tað er langt frá nøktandi, at ongar stovnsmetingar hava verið av hummara, krabba og skeljadjórum við Føroyar í tíggju ár. Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Samgongan vil raðfesta økið, sigur landsstýrismaðurin, men hann fæst tó ikki at siga, um játtanin til Havstovuna verður hækkað. Tey vóru seld í Føroyum og uttanlands. Nýggja lánið skal rindast aftur 22. juni í 2021, um fimm ár. Lánið hevur fasta rentu, sum er 0,5 . Effektiva rentan til íleggjarar er 0,47 . Tekningarkursurin var 100,12. Peningurin skal nýtast til at rinda lán aftur, ið fellur til gjaldingar 22. juni. Rentan á tí láninum er 3,75 . BankNordik, Eik Banki, Norðoya Sparikassi og Suðuroyar Sparikassi hava selt lánsbrøvini í Føroyum, skrivar fígging landsins í tíðindaskrivi. Eitt heilt serligt øki á Eiði er í vanda, nú kommunan ætlar at stykkja út til 25 sethús. Jarðfeingi vil hava økið á Múlakletti friðað. Borgarstjórin fær einki lovað, men væntar at ein semja, sum gagnar øllum, fer at spyrjast burturúr. Leiðslan á Landssjúkrahúsinum ger í løtuni eitt átak fyri at fáa føroyskar serlæknar til sjúkrahúsið. Serlæknar uttanlands fáa hesa vikuna persónliga vitjan av Landssjúkrahúsinum fyri at vekja áhuga teirra fyri at koma her at arbeiða. Johnny í Grótinum, sjukrahússtjóri, ásannar, at støðan skjótt gerst hættislig, og tí má handlast nú, sigur hann. Samkynd í USA fáa stuðul og samkenslu frá amerikanarum eftir yvirgangsatsóknina móti samkyndum á einum náttklubba í Orlando, sigur Lív Mortensen, sum býr og lestur í Orlando í Florida. Veðurlagsbroytingarnar fara at gera tað heitari og vátari í Føroyum, og tí fara vit at kunna dyrka meira, eitt nú korn. Tað sigur Jens Ivan í Gerðinum, búfrøðingur, nú royndir at velta korn av nýggjum verða gjørdar, hesaferð á Búnaðarstovuni í Kollafirði. Í Kirkjubø er arbeiðið byrjað at varðveita kirkjutoftina Líkhús sunnan fyri bygdina. Toftin stendur dygst við sjóvarmálan, og tí er neyðugt eisini at tryggja, at uppgangur ikki máar meira av lendinum. Tað var rokan inni í klædnahandlinum Marjun Heimá fyrrapartin, har tey løgdu seinastu hond á føroysku klæðini til kongaligu framsýningina á Østrøm seinnapartin. Serliga spent var ein av modellunum, Hanna Egholm. Hon mátti rýma mitt í fyrireikingunum, tí sjálv skuldi hon til endaliga próvtøku í Hoydølum. Vinnan kann sjálvandi bjóða seg fram at halda vegirnar um veturin, um hon megnar at gera tað fyri játtanina til vetrarhaldið, sigur Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki. Fyrr í vikuni boðaði Føroya Handverksmeistarafelag frá, at Landsverk hevur ikki brúk fyri nýggjum maskinum, tí stovnurin eigur at útveita tað, sum útveitast kann, eisini kavaruddingina. Í staðin fyri at keypa nýggjar maskinur, eigur Landsverk at skipa arbeiðið øðrvísi. Landsverk svarar nú aftur, at spurningurin er als ikki um alment ella privat viðlíkahald. Koma ikki fleiri pengar, verður skjótt talan um vantandi ferðslutrygd. Eftirsleipið í viðlíkahaldinum av landsvegunum veksur hvørt ár. Tí má kjakið vera um, hvussu hesin trupulleikin verður loystur, heldur enn, hvør skal loysa hann. Størsti trupulleikin er ov lág játtan og ikki, hvør ger arbeiðið, sigur stjórin á Landsverki. Hinvegin fer Landsverk á ongan hátt at seta seg upp í móti einum møguligum politiskum vilja at útveita vetrarhaldið. Undanfarna landsstýri kannaði í fjør virksemið hjá Landsverki. Tá slapp vinnan at siga, um partar av virkseminum hjá stovninum átti at verið aðrastaðni. Í hesum sambandi segði vinnan, hvar uppgávurnar eiga at vera, uttan tó at koma við nøkrum ítøkiligum prógvi fyri, at tað privata kann loysa tær betur og bíligari við verandi fíggjarkørmum, sigur Ewald Kjølbro. Stórur vandi er fyri, at arbeiðið gerst dýrari, uttan tó at verða betur gjørt, tí Landsverk kann brúka bæði starvsfólk og maskinur hinar tíðirnar av árinum til annað arbeiði. Vetrarhaldið kostaði 11,6 milliónir krónur í fjør. Landsverk hevur brúk fyri hálvari fjórðu millión krónur afturat í ár fyri yvirhøvur at kunna halda vegirnar næsta vetur. Landskassin sparir 44 milliónir krónur í rentu, nú landið hevur endurfíggjað skuldina við láni, sum hevur lægstu rentu, landskassin higartil hevur fíggjað síni lán fyri. Rentan er hálvt prosent, og hon kostar seks milliónir krónur um árið. Rentan fyri lánið, sum nú verður endurfíggjað við nýggja láninum, er 3,75 prosent og kostaði hálvthundrað milliónir krónur um árið. Landskassin sparir tí 44 milliónir krónur í rentu um árið í fimm ár. Nýggja lánið, sum er ein milliard og 350 milliónir krónur, skal brúkast til at rinda lánið, sum fellur til gjaldingar um eina viku. Nýggja lánið skal gjaldast aftur um fimm ár, tann 22. juni í 2021. Sambært Fíggjarmálaráðnum var væntað, at rentan fór at vera lág, men hon gjørdist lægri enn væntað. Tíggju milliónir krónur av tí, sum er sett av í fíggjarlógini til rentur, eru tí spardar. Lánsmarknaðurin tykist hava størri álit á Føroyum nú. Nýggju lánsbrøvini vórðu seld í gjár, og tað var lætt at sleppa av við tey. Sølan tók ein tíma. Lánsbrøvini eru seld í Føroyum og uttanlands. 1. mai búðu 49.376 fólk í Føroyum. Størsta orsøkin til fólkavøksturin stavar frá, at fráflytingin er minkað nógv, samstundis sum tilflytingin er vaksin nakað. Har er ein broyting hend, og talið av ungum fólki er vaksandi, og fleiri ungfólk flyta nú til Føroya. Serliga stór er broytingin hjá kvinnum, skrivar Hagstovan . Í aldursbólkinum 20 til 39 ár vóru 326 fleiri kvinnur í Føroyum enn við ársbyrjan í 2014, samstundis sum kvinnurnar yvir 40 ár, nú eru 286 fleiri. Hjá monnum veksur eldra ættarliðið enn tað yngra, men munurin minkar, vísir uppgerðin. Í miðstaðarøkinum veksur fólkatalið, tað stendur í stað í Sandoynni og minkar nógv í Suðuroynni. Í báðum kommununum í V gum er vøksturin 54 fólk, í Klaksvík 37 og í Sunda kommunu 32 fólk. Størsta minkingin er á Tvøroyri, har fólkatalið er minkað við 33 fólkum. Í einstøku oyggjunum stendur fólkatalið sum heild í stað, men tað minkar nakað á útoyggjunum, uttan í Svíni, har vøksturin er ein triðingur. Í stóru oyggjunum minkar fólkatalið bara í Suðuroynni, skrivar Hagstovan. Talan verður tó ikki um at lata donsku lógina avloysa føroysku lógina um alment innlit. Danska lógin skal víðkast til eisini at fevna um føroysk mál, sum ríkismyndugleikarnir viðgera. Enn hava semingsmenninir ikki avgjørt at kalla báðar partar saman í senn til endaliga semingsroynd. Felagið Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar sendi hósdagin í síðstu viku boð eftir Semingsstovninum. Partarnir, Lønardeildin og Felagið Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar, vóru annars til reiðar at undirskriva nýggjan sáttmála fyrrapartin hósdagin, men ein óloystur spurningur var kortini eftir. Óloysti spurningurin gjørdi, at felagið ikki kundi undirskriva sáttmálan. Óloysti spurningurin er um lønina hjá einum serligum bólki av sjúkrarøktarfrøðingum. KFS, Kristiligur felagsskapur fyri skúlaungdóm og lesandi, sum er ein felagskirkjuligur felagsskapur, hevur tikið stig til skúlan. KFS hevur sítt virkisøki í miðnáms og lestrarheiminum. Á heimasíðuni sigur KFS ágangurin á kristnu trúnna tykist bara at økjast í okkara parti av heiminum. Undir slíkum umstøðum kann tað vera trupult at vera kristin ikki minst hjá teimum, sum dagliga eru í einum umhvørvi, ið støðugt ivast í kristnu trúnni. Tað verður gingið um alt savnið at vísa føstu framsýningina, og síðan verður farið innar í Skálan, har serlig framsýning er við listaverkum hjá Anker Mortensen. Anker Mortensen kallar framsýningina Tað andaliga í málningunum . Annaðhvørt mikukvøld verður tónleikur á skránni, og hetta er í sambandi við Summartónar. Mikukvøldið 22. juni verður lagt fyri við Blue Coat Brass Band, sigur Solveig Hanusardóttir, savnsumsjónarfólk. Foreldrabólkurin hevur sent øllum býráðslimum í Havn eitt bræv, har heitt verður á býráðið um at umhugsa framhaldsdeildina í Sankta Frans skúla av nýggjum. Málið kemur fyri á býráðsfundi hóskvøldið klokkan 18. Foreldrabólkurin í Sankta Frans skúla ætlar at møta upp á Vaglinum í Havn í sambandi við býráðsfundin. Landsverk hevur tørv á hálvari fjórðu milliónum krónum afturat í ár fyri at kunna halda vegirnar næsta vetur. Landsverk fær ikki hægri játtan til kavarudding og vetrarhald, sigur Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum. Eivør hevur av sonnum undanvind í løtuni. Í fjør komu tvær fløgur út, umframt at Eivør legði rødd til eyðkennislag hjá BBC sjónvarpsrøðini, The Last Kingdom. Fyrr í ár gav songkvinnan út fløgu saman við DR Big Band og DR VokalEnsamble. Síðan fekk hon trý ára starvsløn, og um dagarnar var aftur nýtt at frætta frá Eivør hesaferð tí hon er í Los Angeles, har Sony hevur heitt á hana um at syngja á einum stórum tiltaki í sambandi, at teir sýna alt tað nýggjasta fram, sum hevur við Playstation og telduspøl at gera. Eivør sang og spældi á eyðkendu trummuna saman við einum stórum symfoniorkestri, sum Bear McCreary stjórnaði. Hann hevur gjørt tónleik til eitt nú Black Sails og Outlander. Sí framførsluna hjá Eivør í Los Angels fyri Sony á E3 Press Conference her , tá hon sang og spældi við á eyðkennislagnum fyri spælið, God of War. Málið kemur fyri á serliga fyrireikandi rættarfundi hósdagin í næstu viku. Málið er enn einaferð sett á dagsskrá, hóast lítið og einki er hent síðani í fjørheyst. Felagið hevur ongan sakførara í løtuni. Jens Andrias Vinther, sakførari, sum hevur umboðað felagið, hevur boðað rættinum frá, at ikki umboðar felagið longur. Í rættarlistanum stendur eingin annar at vera sakførari hjá felagnum. Tá málið herfyri enn einaferð varð útsett, segði Henrik Møller, dómari, at vanliga mannagongdin er, at felagið fær boð um at møta til ein nýggjan fyrireikandi rættarfund. Tá kann felagið møta við einum nýggjum sakførara, ella eigararnir kunnu møta. Møtir eingin á tí rættarfundinum, uttan serliga grundgeving, so kann roknast við, at rætturin fer at vísa málinum frá sær. Higartil er bert boðað frá einum endurgjaldskravi, men endurgjaldskravið er ongantíð latið rættinum. Reiðaríið boðaði frá endurgjaldskravi ímóti Løgmansskrivstovuni, eftir at táverandi løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, fyribils tók øll fiskirættindi frá skipinum, eftir at skipið varð tikið fyri ólógliga veiðu. Eftir at bæði skiparin og reiðarín vórðu dømdir í Føroya rætti, gjørdi Kaj Leo Holm Johannesen av at taka øll rættindi frá skipinum til 31. august í ár. Í fjørheyst var fyrireikandi rættarfundur, og tá bað rætturin reiðaríið koma við einum fyribils endurgjaldskravi, sum var fyri tíðarskeiðið tá táverandi løgmaður fyribils tók rættindini frá skipinum. Tað skuldi vera í desember í fjør. Men einki hendi, og síðani er ikki stórvegis hent í málinum, segði Jens Andrias Vinther, advokatur, tá hann gavst at umboða felagið. Nakað eftir at loyvini vórðu tikin frá skipinum, varð Anita sigld til Spania, og har liggur hon enn, tí eigararnir kunnu einki gera. Reiðaríið hevur roynt at fáa skipið í vinnu aðrastaðni, millum annað í Grønlandi, men tað hevur ikki borið til. Roynt hevur eisini verið at selja skipið, men tað hevur heldur ikki borið til. 31. august, fær Anita síni fiskirættindi aftur, og spurningurin er hvat so hendir. Sum skilst so verður málið um endurgjaldskravið neyvan avgreitt í rættinum fyri ta tíð. Tá viðmerkingarnar eru viðgjørdar verður kunngerðin reinskrivað og send til eftirkanningar á lógartænastuni á Løgmansskrivtovuni í hesari vikuni. Í sínum viðmerkingum um kunngerðina, sigur Fiskivinnuráðið, at tað er eitt sindur ódámligt, at bara landsstýrismaðurin í fisikivinnumálum veit, hvør minstiprísurin verður á uppboðssøluni. Sambært uppskotinum um kunngerð um uppboðssølu, sum Fiskivinnuráðið hevur viðgjørt, skal minstiprísurin, sum landsstýrismaðurin ásetur, ikki vera almennur. Fiskivinnuráðið heldur, at landsstýrismaðurin kann koma undir illgruna fyri at broyta minstaprísin, so hvørt sum hann sær, hvat hendir á uppboðssøluni. Tað er eitt sindur ódámligt, heldur Fiskivinnuráðið. Onnur enn bara landsstýrismaðurin eiga at kenna minstaprísin, áðrenn uppboðssølan byrjar, til dømis ein grannskoðari. Fiskivinnuráðið heldur eisini, at kravið um trygd fyri pengunum, sum keypt verður fyri á uppboðssøluni, fer at forða smáum reiðaríum í at bjóða, tí trygdin skal setast, áðrenn boðið verður. Reiðarafelagið viðger framvegis spurningin, um felagið skal stevna Fiskimálaráðnum eftir endurgjaldi fyri fiskirættindi, sum verður seld á uppboði. Felagið hevur havt limafund um málið, og nevnd felagsins viðger nú málið. Men Løgtingsins umboðsmaður, sum fekk eina klagu um setanina, bað í februar kommunustýrini í Suðuroynni um at viðgera setanina av nýggjum. Løgtingsins umboðsmaður staðfesti í sínari niðurstøðu, at kommunustýrini høvdu onga lógarheimild til at lata nevndina fyri Musikkskúlan seta leiðaran. Nú stendur í lýsingini eftir leiðara, at kommunurnar í Suðuroynni eru setanarmyndugleiki. Freistin at søkja starvið sum leiðari í Musikkskúlanum í Suðuroynni er sett til 24. juni. Løgtingsins umboðsmaður bað landsstýriskvinnuna í kommunumálum, Sirið Stenberg, ansa eftir, at avgerðin um setanina verður tikin á røttum staði, tað er hjá kommununum, og ikki hjá nevndini fyri Musikkskúlan Mentamálaráðið er biðið um dagføra reglurnar um musikkskúlar. Løgtingsins umboðsmaður fekk eisini klagu um, at leiðari á Musikkskúlanum í Suðuroynni varð settur í august í 2013, uttan at starvið varð lýst leyst yvirhøvur. Í apríl í fjør varð starvið so lýst leyst. Fýra umsøkjarar vóru tá. Men tá setti nevnd skúlans leiðaran. Tað kundi hon ikki, sambært Løgtingsins umboðsmanni, tí kommunurnar eiga at seta leiðaran. Til 1. juni var vøkstur á øllum leiðum uttan á Skúvoyarleiðini Sambært tølunum hjá Strandferðsluni vóru ferðafólkini stívliga 20.000 fleiri til 1. juni í ár enn í fjør. Vøksturin er tíggju prosent. Í tølunum hjá Bygdaleiðum sæst millum annað, at bussurin, sum koyrir millum Klaksvík og Kunoy, við eitt fór at koyra við nógv fleiri fólkum í mars í ár. Til 1. juni koyrdu 77 fólk við Bygdaleiðum millum Klaksvík og Kunoy. Somu tíð í fjør vóru tey fimm, og alt árið 2015 vóru 50 ferðafólk á Kunoyarleiðini. Nú festivalarnir byrja, ávarar løgreglan móti rúsevninum MDMA, sum í løtuni er rúsevnisumhvørvinum í Føroyum. Nøgdirnar av rúsevninum, MDMA, sum løgreglan legði hald á í fjør, setti met. Tí rópar løgreglan nú varskó. Hoyr samrøðuna við Brynjer Johannesen, sum starvast hjá narkopolitinum. Dómur fall í Eystara landsrætti í morgun. Sambært honum eigur hagaparturin góðar 7,8 milliónir krónur hjá Vinnumálaráðnum. Sakarmálið er um lendið, sum varð ognartikið í 2009, tá flogvøllurin varð longdur. Í dómi tann 31. mars í 2014 segði Føroya rættur, at teir, sum eiga hagapartin, eiga at fáa 10,6 milliónir krónur í endurgjaldi frá Vinnumálaráðnum Hagaparturin fekk fult viðhald í Føroya rætti, góðar seks milliónir krónur, viðvíkjandi grótinum, sum varð tikið til flogvøllin. Men Landsrætturin sigur nú, at endurgjaldið fyri grótið er bara hálv triðja millión. Metingarmenninir eru, síðani dómurin fall í Føroya rætti, komnir til, at talan var ikki um eina millión og 110.000 rúmmetrar av gróti, men 815.000 rúmmetrar. Lendið, har grótið varð tikið, fingu eigararnir aftur í betri standi enn tað var. Hóast Vinnumálaráðið var mótpartur hjá hagapartinum í rættinum, skal P f Vága Floghavn rinda hagapartinum endurgjaldið. Afturat endurgjaldinum fær hagaparturin rentu frá 24. mars í 2010, tá hann stevndi. Hildið verður, at umleið ein av tíggju stríðist við angist onkuntíð á lívsleiðini, men Gurið Simonsen hevur varhuga av, at veruliga talið er størri. At ansa eftir sær sjálvum, fáa nóg mikið av svøvni, ikki drekka ov nógv alkohol og sleppa undan strongd eru øll hyggjuráð, um tú kennir á tær, at tú stúrir. Gurið Simonsen brúkar sjálv fjølbroyttar viðgerðarhættir, tá hon arbeiðir við fólki, ið hava angist. Menniskju eru ymisk og samansett, og tí verður arbeitt við ymiskum amboðum. Tað var ikki altíð stuttligt at koma í skúla, tí eg visti at okkurt fór at henda, men ikki hvat, sigur Rannvá Álaberg, sum í átta ár mátti finna seg í at blíva happað av øllum flokkinum. Serliga ringt var, tá Rakul hevði avgjørt, at eingin í flokkinum skuldi tosa við Rannvá. Tøgnin var tað ringasta. Hvat finna tey nú uppá, hugsaði Rannvá. Rakul er í dag ikki serliga errin av tí, hon gjørdi, og er glað fyri, at tær hava tosað um tíðina sum var, og hava fingið alt upp á pláss og í dag kunnu kalla seg bestu vinkonur. Rannvá Álaberg og Rakul Dalsgaard eru í útvarpsstovuni. Tí fer fakfelagið, Søfartens Ledere, at mæla til, at reglurnar verða broyttar, tí limirnir hjá felagnum sigla eftir sáttmálum, so tey ikki skulu rinda skatt. Felagið sigur, at manningarnar á skipum sum sigla undir DIS, ikki rinda skatt, tí feløgini fáa pengarnar aftur, og tað eigur eisini at verða galdandi fyri eftirlønina, sigur stjórin í felagnum, Fritz Ganzhorn við Jyllandspostin. Vit hava virðing fyri avgerðini hjá Hægstarætti, men vit skilja ikki at munur skal vera á eftirlønini og vanligu lønini sum limirnir fáa, sigur hann. Í heyst fer Hægstirættur at viðgera eitt mál um fólk, sum sigla undir DIS skipanini, skulu rinda skatt av vanligu lønini, ella ikki. Felagið sigur, at limirnir sigla eftir nettosáttmála, og at reiðaríini fáa skattin bornan aftur. talan er um eina skipan sum hevur vart í nógv ár. Skipanin varð sett í gildi, tá danski handilsflotin var hóttur av fólki úr láglønarlondum, sigur stjórin í Søfartens Ledere, Fritz Ganzhorn. Størsta orsøkin til afturgongdina stavar frá ógvusligu lúsapláguni, sum kostaði norsku alivinnuni 5 milliardir krónur í fjør. Í fleiri førum hevur verið neyðugt at taka laksin fyri ásettu tíðina. Tað eru stórar avbjóðingar í alivinnuni, sigur stjórin í felagnum, Alf Helge Aarskog. Tað fer neyvan at bera til at ala á sama hátt sum nú, og tí mugu onnur stig takast, sigur hann. Millum annað hevur Marine Harvest biðið um loyvi at ala umborð á skipum, so sleppast kann undan nógvu lúsini. Mett verður, at eini 5.000 tons kunnu alast umborð á eitt nú einum farmaskipi, so har eru møguleikar, sigur hann. 80 prosent av allari fiskaolju verður nýtt til alifóður, og skal alivinnan vaksa við tí ferð, sum ætlanin er, so letur tað seg ikki gera, sigur stjórin í Marine Harvest, og tí er neyðugt við øðrum átøkum. Hann vísir á, at teirra felag hevur ikki nýtt antibiotika í alingini seinastu 10 árini, so í so máta er í lagi, men stórar nøgdir av antibiotika verða nýttar, og tað er eisini ein avbjóðing. Uttan mun til, hvat marine Harvest fer at gera, so má tað gerast so bíliga sum gjørligt, tí prísurin fyri at ala laks má niður í framtíðini, sigur Alf helge aarskog við iLaks. Endurgjaldið minkaði tríggjar milliónir krónur. Men av tí, at góð seks ár eru síðani málið byrjaði, koma nógvar rentur omaná, tríggjar milliónir krónur, so samanumtikið fáa hagaeigarnir 10,9 milliónir krónur Við rentum fingu teir 12,3 milliónir krónur í Føroya rætti. P f Vága floghavn spardi tríggjar milliónir krónur, tí Vinnumálaráðið royndi sakarmálið móti hagapartinum Ytra Suðurtriðingi í Sørvági, í Landsrættinum. Dómur fall í Eystara landsrætti í morgun. Sambært honum eigur hagaparturin góðar 7,8 milliónir krónur hjá Vinnumálaráðnum. Sakarmálið er um lendið, sum varð ognartikið í 2009, tá flogvøllurin varð longdur. Í dómi tann 31.mars í 2014 segði Føroya rættur, at teir, sum eiga hagapartin, eiga at fáa 10,6 milliónir krónur í endurgjaldi frá Vinnumálaráðnum. Kravið var 20,6 milliónir krónur. Endurgjaldið er fyri mist lendi og fyri grótið, sum varð tikið til at leingja flogvøllin. Hagaparturin fekk fult viðhald í Føroya rætti, góðar seks milliónir krónur, viðvíkjandi grótinum, sum varð tikið til flogvøllin. Landsrætturin sigur nú, at endurgjaldið fyri grótið er bara hálv triðja millión. Metingarmenninir eru, síðani dómurin fall í Føroya rætti, komnir til, at talan var ikki um eina millión og 110.000 rúmmetrar av gróti, men 815.000 rúmmetrar. Lendið, har grótið varð tikið, fingu eigararnir aftur í betri standi enn tað var. Landsrætturin sigur eins og Føroya rættur, at endurgjaldið er 27 krónur fyri fermeturin. Hóast Vinnumálaráðið var mótpartur hjá hagapartinum í rættinum, skal P f Vága Floghavn rinda hagapartinum endurgjaldið. Afturat endurgjaldinum fær hagaparturin rentu frá 24.mars í 2010, tá hann stevndi. Og rentan er tríggjar milliónir krónur. Skuldsetingar, um kynsligan ágang móti einum drongi undir 16 ár, eru ikki haldgóðar. Tí verður Sir Cliff Richard ikki skuldsettur fyri kynsligan ágang. Tað er niðurstøðan hjá bretska ákæruvaldinum, ið hevur kannað prógvini í málinum, har Cliff Richard var ákærdur fyri kynsligan ágang í einum máli, sum er eldri enn 20 ár. Vit hava avgjørt, at tað ikki eru nóg góð prógv til at rættarsøkja, sigur høvuðsákærin, Martin Goldman, sambært tíðindastovuni Reuters. Cliff Richard hevur noktað seg sekan í øllum ákærum. Hann varð avhoyrdur í málinum, men hevur hvørki verið handtikin ella skuldsettur. At til ber at seta lærarar í tíðaravmarkað starv, aftur og aftur, verður misnýtt. Tí er neyðugt at gera lógarreglur, sum minka um afturvendandi starvssetanirnar. Tað sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag. Tvøroyrar Kommuna hevði í fíggjarætlanini fyri 2015 roknað við, at avlopið hjá kommununi í fjør fór at verða 10,4 milliónir krónur. Ársroknskapurin hjá kommununi vísir tó, at avlopið í fjør varð 16,06 milliónir. Tað vil siga 5,66 milliónir meira enn mett varð í fíggjarætlanini. Samlaði raksturin av Tvøroyrar Kommunu kostaði í fjør 55,89 milliónir. 1,5 milliónir krónur minni enn mett varð í fíggjarætlanini fyri 2015, skrivar kommunan . Tvøroyrar Kommuna gjørdi til samans íløgur fyri 1,97 milliónir krónur í 2015. Meginparturin av íløgupeninginum varð brúktur til Tvøroyrar Havn. Toska og hýsustovnurin eru sera illa fyri, og mugu verjast fyri at koma fyri seg aftur, meðan upsastovnurin tolir sama fiskiskap sum higartil. Sambært Havstovuni mugu allir, óbrúktir fiskidagar fyrst út úr skipanini. Havstovan vísir á, at síðstu trý árini eru bara okkurt um 60 prosent av samlaðu fiskidøgunum brúktir. Serliga eru tað í bólki 3, bólki 4 og bólki 5, tað eru línuskip, smáir trolarar og útróðrarbátar, at nógvir fiskidagar leypa av. Hesir skipabólkar royna serliga eftir toski og hýsu. Síðani, tað vil siga eftir at óbrúktu dagarnir eru tiknir úr skipanini, skulu fiskidagarnir skerjast munandi. Havstovan mælir til, at fiskidagarnir í bólki 3, bólki 4 og bólki 5 næsta fiskiár vera 50 prosent av teimum fiskidøgunum, sum vórðu brúktir í fiskiárinum 2014 2015. Hetta er neyðugt, tí toska og hýsustovnarnir eru sera illa fyri, sigur Havstovan, sum harumframt mælir fleiri átøk fyri at verja komandi árgangir av toski og hýsu. Tað skal gerast við friðað øki, har nógv er til av ungfiski. Meðan toska og hýsustovnarnir sum nevnt eru illa fyri, so stendur betur til við upsastovninum. Tað eru serliga stóru trolararnir í bólki 2, sum fiska upsa. Havstovan mælir til sama dagatal í bólki 2 næsta fiskiár. Veiðitrýstið er í lagi í mun til langtíðarmálið, sigur Havstovan Eisini mælir Havstovan til, at eingin vinnuligur fiskiskapur verður loyvdur á Føroyabanka. Havstovan vísir til kanningar, sum eru gjørdar á bankanum í vár, og sum vísa, at toskastovnurin á Føroyabanka enn er sera lítil. Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentamáladeildini í Tórshavnar kommunum, skjýtur nú upp at seta eina nevnd at viðgera skúlabygnaðin fyri ein framtíðar miðbýarskúla. Uppskotið verður lagt fram á býráðsfundinum í Havn í kvøld, har spurningurin um framhaldsdeild í Sankta Frans skúla er til viðgerðar. Helena Dam á Neystabø skjýtur upp, at nevndin skal viðgera, hvussu miðbýarskúlin kann verða skipaðar, eisini við atliti at hinum skúlunum í kommununi. Helena Dam á Neystabø sigur, at avgerð hennara samsvarar við samtyktina í mentamálanevndini 10. februar í ár, har samtykt varð at menna Sankta Frans skúla sum miðbýarskúla í Havn. Talan er um leitiøki 740. Gasslummin er 18 metrar, og oljulindin er 21 metrar. Tí hevur felagið avgjørt at bora eitt hol aftrat fyri at fáa greiði á, hvussu nógv kolvetni talan er um. Tá seinna holið er borað, verður felagið betri ført fyri at upplýsa, um talan kann gerast um olju og gassvinnu í rakstrarverdum nøgdum. Fyrrenn tað er gjørt, verða stórvegis broytingar ikki gjørdar, hóast leiðandi starvsfólk á Fornminnissavninum og Landsskjalasavninum hava kært um stjóran. Jóan Pauli Joensen, professari, skal standa fyri eftirmetingingini. Eg eri glað fyri brúnna, men hatta rekkverkið er ein skandala. Soleiðis sigur Ada Bisp, sum sunnudagin fekk ein skelk, tá hon sá tveir dreingir ganga eftir rekkverkinum um nýggju brúnna um Sandá. Tað var einasta viðmerkingin, sum Margretha drotning hevði til politisku støðutakanina hjá Pálli á Reynatúgvu, løgtingsformanni, um at siga nei takk til ábit umborð á kongaskipinum. Drotningin vitjaði í gjár Grótvík í Sandoynni. Og tað var lagnunnar speisemi, at júst Uni Árting fekk uppgávuna at greiða henni frá teimum serligu grótfláunum. Í seinasta lagi 30. november í ár skal arbeiðsbólkurin, sum býráðið í gjárkvøldið samtykti at seta at gera uppskot um miðbýarskúla í Havn, koma við tilmæli. Býráðið samtykti hóskvøldið eitt uppskot frá øllum býráðslimum uttan teimum hjá Tjóðveldi um at seta arbeiðsbólkin við støði í samtykt hjá meiriluta í Mentamálanevndini 10. februar í ár um at menna Sankta Frans skúla sum framtíðar miðbýarskúla. Meirilutin í Mentamálanevndini segði tá, at umstøðurnar hjá Sankta Frans Skúla skulu betrast og dagførast. Men tað er ikki rætt at fara undir at broyta skúlabygnaðin, sum eitt samt býráð hevur samtykt og Mentamálaráðið hevur góðkent. Í tí bygnaðinum er eingin framhaldsdeild í Sankta Frans skúla. Arbeiðsbólkurin, sum nú skal setast, skal millum annað gera uppskot um skúlabygnað fyri framtíðar miðbýarskúla, eisini um møguliga framhaldsdeild, sum tekur atlit at skúlabygnaðinum í kommununi annars. Í arbeiðsbólkinum vera umboð fyri skúlastýrini fyri Sankta Frans skúla, Skúlan á Fløtum, Eysturskúlan og Mentamáladeildina hjá býráðnum. Jógvan Arge í Tjóðveldi hevði uppskot um, at býráðið samtykkir at stovna framhaldsdeild Sankta Frans skúla sum skjótast. Í heyst fer at bera til at keypa vanligar apoteksvørur í miðbýnum í Havn. Tjaldurs Apotek skal leiga frá Tórshavnar kommunu í gamla BankNordik bygninginum Leigan er 1000 krónur um árið fyri fermeturin í veghædd og 500 krónur í kjallaranum. Fyrsta árið, sum er royndarár, skal Tjaldurs apotek rinda hálva leigu, samtykti býráðið við átta atkvøðum í gjárkvøldið. Leigumálið, sum í fyrsta umfari er galdandi í tíggju ár, byrjar 1. september í ár. Kunningarstovan, Visit Tórshavn, skal eisini flyta í gamla bankan úr gamla bókhandli. Triðja leigumálið í gamla bankabygninginum, sum kommunan eigur, varð lýst leyst at leiga til caf . Tríggjar umsóknir komu, frá Gómagóðum, Brell Caf og teimum, sum reka Tórscaf á Býarbókasavninum. Fyri 14 døgum síðani vórðu ljóð staðfest úr øðrum av svørtu kassunum. Dýpið, har leitað hevur verið eftir flogfarinum millum griksku oynna Kreta og norðara part av egyptisku strondini, er tríggjar kilometrar. Tey, sum kanna málið, siga, enn er ov tíðliga at koma við eini niðurstøðu um vanlukkuna, men møguleikin fyri eini yvirgangsatsókn er ikki útihýstur. Útbúgvingarstovnurin fekk 200 umsóknir til tær 26 lærugreinarnar, ið søkt var eftir undirvísarum til. Hoyr samrøðuna við Boga Bech Jensen, rektara á Glasi. Avfallið, sum er mált í Havn, hevur bara verið fýra millimetrar seinastu vikurnar, sigur Alix Rasmussen, veðurfrøðingur á danska veðurstovninum, DMI. Regin Guttesen, sum sjálvur hevur spælt nógvan fótbólt, fylgir væl við í EM endaspælinum. Hann heldur, at Italia vísti spennandi spæl í fyrsta dystinum, og tað hevur kastað eitt ávíst bjartskygni av sær. Tað er ikki ein politisk avgerð at seta ein aðalstjóra, men ein reint fyrisitingarlig avgerð. Politisk og ósaklig sjónarmið eiga ikki at verða tikin við, tá fólk verða sett í alment starv. Tað sigur John Rajani, sum hevur kært løgmann og landsstýrismannin í uttanríkis og vinnumálum, til Løgtingsins umboðsmann fyri handfaringina av málinum at seta aðalstjóra í Uttanríkis og vinnumálaráðið. John Rajani sigur, at politiska skipanin hevur orðað ein starvsfólkapolitikk og tær treytir, sum skulu vera galdandi fyri tilgongdina at seta nýggjan aðalstjóra. Men gongdin í hesum máli vísir, at tá úrslitið av tilgongdini, sum politiska skipanin sjálv hevur sett í verk, ikki hóvaði politisku skipanini, varð øll setanartilgongdin sett til viks. Ikki av sakligum orsøkum, men av ósakligum orsøkum, og løgmaður broytir aftaná treytirnar, eftir at setanarbólkurin er liðugur við sítt arbeiði, sigur John Rajani millum annað í kæruni. Landsstýrismaðurin í uttanríkis og vinnumálum hevur víst á, at John Rajani er ógegningur at vera aðalstjóri, men John Rajani sigur í kæruni, at gegni er eitt løgfrøðiligt hugtak og skal ikki viðgerast á politiskum stigi. John Rajani sigur, at verður uppritið, sum landsstýrismaðurin hevur skrivað, lisið samanhangandi, er eingin ivi Landsstýrismaðurin dámar ikki meg sum persón. Eg veit ikki um nakað samband millum meg og landsstýrismannin uttan tað, at eg fyri 21 árum síðani arbeiddi ein ella tveir mánaðir á Føroya Fiskasølu, tá landsstýrismaðurin var stjóri. Eg havi einki samband havt við landsstýrismannin sum stjóri í Bank Nordik, sigur John Rajani í kæruni. Hann sigur, at tað er beinleiðis ósatt, tá landsstýrismaðurin hevur sagt, at hann var frávaldur sum stjóri BankNordik. Landsstýrismaðurin hevur eisini sagt, at hann hevur ringar royndir John Rajani í sínum privata virki. Eg havi ongar bindingar mótvegis bankanum ella teimum kundum, sum bankin hevði. Hevði eg havt nakað tilknýti til kundar bankans, hevði eg snøgt sagt ikki kunnað verið stjóri fyri bankan, sigur John Rajani illum annað í teimum 33 punktunum í kæruni til Løgtingsins umboðsmann. Argjamaðurin, Fróði Hansen, er fløguaktuellur við útgávuni, Ultramarine. Í kvøld hevur hann útgávukonsert á Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn. Systir hansara, Guðrið Hansdóttir, fer at hita upp. Síðani fara Fróði sjálvur og Bogi á Borg at spæla nøkur akustisk løg, áðrenn Fróði við bólki fer a á pall. Fótbóltur hoyrir heima í Onglandi, siga tey. Tað er har, heimsins best umtókta spæl byrjaði. Daniel á Lofti býr í enska høvuðsstaðnum London. Sambært honum fyllir fótbóltur alt í Onglandi í hesum døgum ikki minst undan dystinum móti grannunum úr Wales. Men tað er eingin illvilji millum fjeppararnar, tey sita lið um lið á somu pubbum og hyggja eftir dystinum, sigur Daniel á Lofti, sum í morgunsendingini greiddi frá, hvussu EM fepurin hevur rakt Ongland. Ivan Eginsson Eysturland er føddur og uppvaksin í Russlandi, men er nú føroyingur og býr í Klaksvík. Hann greiddi í morgunsendingini frá, hvussu fótbóltur fyllir lutfalsliga lítið í russiska almenninginum, samanborið við flestu evropeisku londini. Somuleiðis visti hann at siga, at fleiri av teimum, sum manna russiska liðið í dag, eisini vóru við á russiska U21 landsliðnum, sum føroyska U21 landsliðið koppaði fyri nøkrum árum síðani. Sonni Ragnar Nattestad býr í Íslandi, har hann spælir fótbólt við FH Hafnafjørði. Sambært honum eru íslendingar ógvuliga spentir, nú Ísland er í EM endaspælinum fyri fyrstu ferð. Tað er at draga málið óneyðuga langt út, og tað vísir, at býráðið als ikki ynskir framhaldsdeild í Sankta Frans skúla eftir summarfrítíðina. Tað heldur foreldrabólkurin fyri Sankta Frans skúla, sum als ikki skilir avgerðina hjá býráðnum at seta ein arbeiðsbólk at viðgera framtíðar skúlabynaðin í Tórshavnar kommunu. Tilmælið frá arbeiðsbólkinum skal í seinasta lagi 1. mars næsta ár leggjast fyri býráðið. Men tað er alt ov seint, heldur foreldrabólkurin, tí freistin samsvarar ikki við freistina hjá Mentamálaráðnum at áseta flokkar og tímatal, og tí kann framhaldsdeild ikki setast á stovn í Sankta Frans skúla longu í summar. Hoyr samrøðuna við Einar Johannesen í foreldrabólkinum í Sankta Frans skúla. Fiskivinnumyndugleikarnir eru ikki lidnir at kanna, hvør eigur Norðhavið, sum fyrr kallaðist Atlantsfarið. Tí sleppur Havstovan ikki at leiga Norðhavið til at gera royndir eftir uppsjóvarfiski. Gjaldið fyri at gera kanningarnar fyri Havstovuna er makrelkvota. Men tá Norðhavið ikki hevur veiðiloyvi, kann skipið heldur ikki fáa fiskiloyvi at fiska tað, sum skipið fær frá Havstovuni. Vørn segði fyrr í ár, at Northwest Pelagic, sum eigur Norðhavið, lýkur ikki treytirnar í lógini um vinnuligan fiskiskap um útlendskan kapital og føroyskan ræðisrætt. Tí fær skipið ikki veiðiloyvi. Hendan avgerð hjá Vørn varð kærd til Fiskimálaráðið, sum hevur sent Vørn málið aftur, tí sambært Rógva Reinert, aðalstjóra, eru komnar nýggjar upplýsingar um málið. Fiskimálaráðið sigur í svari til Havstovuna, at tað ikki kann taka undir við, at sáttmáli verður gjørdur við P f Northwest Pelagic um hesar kanningar. Í svarinum stendur, at Norðhavið hevur einki veiðiloyvi, tí eftirkanning av eigara og avgerðarviðurskiftunum hevur víst, at hesi ikki eru samsvarandi ásetingunum í lógini um vinnuligan fiskiskap. Um Fiskimálaráðið kemur í ta støðu, at tað ikki kann skriva felagnum fiskiloyvi til rannsóknarkvotuna, kann Fiskimálaráðið vegna Havstovuna sostatt ikki samsýna felagnum fyri gjørdu kanningarnar. Útflutningurin er 23 prosent størri í ár enn í fjør, innflutningurin er 21 prosent størri í ár enn í fjør, siga tøl, sum Hagstovan kunngjørdi í gjár. Í útflutninginum vigar alilaksur eisini nógv í ár. Alilaksur fyri eina milliard og 113 milliónir krónur varð útfluttur frá 1. januar til 1. mai í ár, tað eru 367 milliónir og 49 prosent meira enn í fjør. Býráðið í Havn samtykti at seta ein arbeiðsbólk at gera uppskot um framtíðar miðbýarskúla. Arbeiðsbólkurin skal í seinasta lagi 30. november í ár lata øllum skúlastýrunum uppskotið, og 1. mars næsta ár skulu skúlastýrini lata býráðnum endaliga tilmæli. Tað merkir, at eingin framhaldsdeild verður í Sankta Frans skúla eftir summarfríðina. Hoyr samrøðuna við Helenu Dam á Neystabø, forkvinnu í mentamálanevndini hjá Tórshavnar býráði. Síðani oljufeløgini í Føroyum vórðu seld fyri átta árum síðani, hava tey tikið sær ov stóran bruttovinning, avkastið er ov stórt, sigur Kappingareftirlitið. Fyri at sleppa undan hesum, eiga onnur at sleppa framat at selja olju í smásølu, tí eingin kapping er. Terje Sigurðsson, stjóri í Kappingareftirlitinum, sigur, at støðan er órógvandi. Vit hoyra bókina, Um gentur og tunnuflakar og ein ommuprikkutan kjóla. Guðrun Gaard skrivaði og Bárður Oskarsson myndprýddi. Elin á Rógvi lesur. Vit hoyra bókina um Karl, sum hevur eina leysa tonn. Aage Brandt skrivaði og Ella Smith Clementsen týddi. Jonna Fritsdóttir sigur frá. Leikarar eru Heri Jakobsen, Kári Sólstein, Torkil Búason Tórgarð, Miriam Nolsøe Johannesen og Katrin Nolsøe. Finnur Hansen gjørdi ljóðmyndina. Hot 8 Brass Band 20 Years In The Making er ein mini dokumentarfilmur um serligu søguna hjá hornorkestrinum Hot 8 úr New Orleans, ið verður at hoyra á G Festivalinum í summar. Hot 8 Brass Band, sum í fjør hátíðarhelt sín 20 ára stovningardag, hevur vunnið á meira mótgangi enn tey flestu. Fimm limir í bólkinum eru deyðir av ymsum ávum, og trompetspælarin, Terell Burger Batiste, misti beinini í einum ferðsluóhappi. Bólkurin spælir víðari til heiðurs fyri sínar falnu vinir og fyri at varpa ljós á jaligar verkætlanir í sínum heimbýi, sum varð so meint raktur av ódnini Katrinu. Hot 8 Brass Band, ið spælir eina blanding av jazzi, funk og hip hop, hevur samstarvað og spælt saman við eini ørgrynnu av tónlistafólkum, eitt nú Lauryn Hill og The Blind Boys of Alabama. Bólkurin var í 2013 eisini tilnevndur eina Grammy fyri útgávuna. Fyri aðru ferð staðfestir ein kanning, at Oljufeløgini hava ov stóran bruttovinning av hvørjum seldum litri. Ikki óvæntað eru oljufeløgini rúkandi ósamd Tað er greitt, nú Hallur Hansson skiftir til Horsens. Hallur Hansson hevur annars síðan 2014 umboðað Vendsyssel, sum spælir í næstbestu donsku deildini. Nýggja nevndin ynskir at byrja við nýggjum stjóra, sæst í tíðindaskrivi frá Tryggingarfelagnum. Regin Hammer fer frá eftir 5 ár sum stjóri í Tryggingarfelagnum Føroyum. Hann fer samstundis frá sum stjóri í TF Holding og Ognarfelag Tryggingartakaranna, stendur í tíðindaskrivinum. Mortan Poulsen tekur við sum fyribilsstjóri í felagnum, til nýggjur stjóri er settur. Felagið Varðin hevði 185 milliónir krónur í avlopi eftir skatt í fjør, og tað er besta úrslitið hjá felagnum nakrantíð. Í 2014 vóru 145 milliónir krónur í avlopi eftir skatt. Seinastu trý árini hevur Varðin goldið slakar 100 milliónir krónur í skatti og avgjøldum um árið. Í fjør vórðu goldnar 108,5 milliónir í skatti og avgjøldum. Lønir til starvsfólk og hýrur vóru tilsamans 230 milliónir krónur í fjør. Uppsjóvarfiskur hevði góðan prís á heimsmarknaðinum í fjør, og sildaprísurin setti met. Síðani 2011 hevur Varðin havt ætlanir um at virka allan fiskin til matna, og síðani Varðin Pelagic varð bygt á Tvøroyri, hevur allur fiskur verið virkaður í Føroyum. Eftir er svartkjafturin, og royndir vórðu gjørdar at virka svartkjaft til matna í fjør. Umleið 12.000 tons fóru til matna og góð 2400 tons til minkafóður. Virkið, sum skal gera surimi úr svartkjaft, er farið í gerð á Tvøroyri, og tað fer væntandi at taka ímóti fiski seinast í hesum árinum. Virkið fer at kosta 70 milliónir krónur, og eini 50 fólk fara at arbeiða har. Tá eru íløgurnar á knappar 5,5 milliónir krónur taldar við. Tað vísur frágreiðingin um roknskapin fyri í fjør, sum kommunan hevur lagt á heimasíðuna og sent húskunum í kommununi. Kommunan fekk munandi meira inn í partafelagsskatti, enn mett. Upprunaliga varð mett, at partafelagsskatturin fór at verða áttahundraðtúsund krónur, men tá avtornaði, var hann knappar 2.3 milliónir krónur. Fólkatalið í kommununi stóð at kalla í stað í fjør, og var við árslok 1237 fólk. Men higartil í ár er fólkatalið vaksið, tí fyrsta juni í ár búðu 1255 fólk í Nes kommunu, sæst á heimasíðuni hjá kommununi. Strandferðslan flutti tilsamans 1,2 milliónir fólk í fjør. Sløk 700.000 ferðaðust við strandfaraskipunum og 500.000 við bussunum hjá Bygdaleiðum. Nýggja blaðið, sum Strandferðslan er farin at geva út, Fólk á ferð, skrivar, at størsta sjóvegis farleiðin er Suðuroyarleiðin. 223 fólk ferðaðust við Smyrli í fjør. Á Nólsoyarleiðini vóru 87.600 fólk, á Kalsoyarleiðini 48.700, á Svínoyarleiðini 12.000, og Sildberin flutti 4.650 fólk á Skúvaroyarleiðini í fjør. Í fjør kostaði Strandferðslan 133 milliónir krónur netto at reka. Útreiðslurnar vóru 197 milliónir, og inntøkurnar vóru 64 milliónir krónur Hóast játtanin á fíggjarlógini var nakað minni, enn stovnurin bað um, helt játtanin kortini. Umframt rakstrarjáttanina vóru sjey milliónir krónur nýttar til íløgur. Partarnir vóru annars til reiðar at skriva nýggjan sáttmála, men ein óloystur spurningur var kortini eftir. Hann gjørdi, at felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum kundi ikki skriva undir. Semingsstovnurin hevur havt fund við partarnar hvør sær, men nú eru bæði Lønardeildin og sjúkrarøktarfrøðingarnir boðsend at koma á fund í senn. Fundurin verður klokkan 13. Endar fólkaatkvøðan við, at Bretland tekur seg burtur úr ES, eigur landsstýrið at bera skjótt at og fáa handilsavtalur við Bretland. Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, sigur við Vikuskiftis Sosialin, at Føroyar og Bretland hava í søguligum høpi havt gott handilssamstarv. Men fer Bretland burtur úr ES, fáa bretsku myndugleikarnir nógv at gera, og tað er neyvan sannlíkt, at Føroyar sleppa fyrstar fram at samráðingarborðinum, tí tað eru nógvir aðrir marknaðir, sum bretar hava størri tørv á, sigur Marita Rasmussen við Vikuskiftis Sosialin. Tað er týdningarmikið, at vit ikki seta okkum afturá og enda aftast í bíðirøðini, tí tann bíðirøðin verður long, sigur Marita Rasmussen. Sambært stjóranum í Vinnuhúsinum er útflutningurin minkaður úr einari milliard krónum um árið, niður í 630 milliónir. Innflutningurin liggur um 150 200 milliónir krónur um árið, og tað hevur hann verið síðani 2006. Prestar og onnur, sum hava fingið álagt at búgva í øðrum húsum enn sínum egnu, hava ikki rætt til at fáa rentustuðul av lánum í húsunum, sum tey eiga. Talan er millum annað um prestar, læknar og aðrar tænastumenn, sum sambært lóg skulu búgva í tænastumannaíbúðum, sum hoyra til embætið, men sum tænastumenninir ikki eiga. Teir skulu rinda leigu fyri íbúðina, men hava ikki rætt til rentustuðul til sínu egnu hús, tí teir búgva ikki í teimum, sigur Annita á Fríðriksmørk. Prestar og onnur, sum hava fingið álagt at búgva í øðrum húsum enn sínum egnu, hava tí nógv tyngri lánsbyrðu av sínum sethúsum enn onnur. Húsaprísurin er stýrdur av marknaðinum, og rentustuðulin er við í prísásetingini. Tí eru hesir tænastumenn við skerdan lut. Teir noyðast at kappast um húsakeyp, uttan at hava rætt til rentustuðul, við fólk, hava rætt til stuðulin, sigur Annita á Fríðriksmørk í viðmerkingunum til fyrispurningin. Bæði á Suðuroyarleiðini, Nólsoyarleiðini, Kallsoyarleiðini og Svínoyarleiðini var framgongd í ferðafólkatalinum hjá Strandferðsluni í mai mánaði, samanborið við mai í fjør. Teir seta í alt ov stóran mun dagsskránna í umsitingarligum málum, og trýstið á embætisverkið er so stórt, at hetta kann hava við sær, at vit sum frálíður fáa eitt veikt embætisverk. Tað sigur John Rajani í kæruni til løgtingsins umboðsmann um handfaringina av málinum um at seta aðalstjóra í uttanríkis og vinnumálaráðið. John Rajani sigur, at gongdin í hesum málinum vísir, at føroyskir politikarar virða ikki niðurstøðurnar hjá Løgtingsins umboðsmanni, sum hevur úttalað, at orsøkirnar um ikki at fylgja einum tilmæli frá einum samdum setanarbólki skulu viga sera tungt. Tað eru júst somu viðurskifti galdandi í hesum málinum, sum í øðrum líknandi málum, at politiska skipanin í staðin fyri saklig atlit, tekur politisk atlit, og setur tey fólk í starv, sum viðkomandi politikari vil hava í starvið, uttan at saklig málsviðgerð yvirhøvur hevur verið um ikki at fylgja tilmælinum frá einum setanarbólki, sigur John Rajani millum annað í kæruni um løgmann og landsstýrismannin í uttanríkis og vinnmálum til løgtingsins umboðsmann. 1. Tjaldrið 05 03.21 2. Fípan Fagra 05 04.04 3. Junkarin 05 07.16 4. Frúgvin 05 08.22 5. Kollur 05 11.14 6. Sílið 05 12.03 7.Teistin 05 12.18 8. Jallurin 05 18.00 9. Beinta 05 18.21 10. Ritan 05 27.12 1. Erla Kongsdóttir 05 29.21 2. Teistin 05 31.17 3. Fípan Fagra 05 37.22 4. Tekla 05 40.10 5. Frúgvin 05 45.03 6. Drekin 05 45.18 7. Blikur 05 57.21 Nakrar dagføringar eru eisini í sáttmálanum. Semja er um at víðka sáttmálaøkið við Heilsutrygd, og at gera nýggjar ásetingar um eftirlitisløn, bannsburðarfarloyvi og uppsøgn. Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Lønardeildin hava skrivað nýggjan sáttmála. Semingsmaðurin legði uppskot fyri partarnar í gjár, sum báðir partar tóku undir við. Stórur tørvur er á íløgum í undirstøðukervið í heiminum. Skal steðgur ikki koma í, má undirstøðuukervið mennast fyri 400 túsund milliardir krónir til 2030. Víst verður á, at í ár verða íløgur gjørdar í undirstøðukervið kring heimin fyri 2.500 milliardir dollarar, tá er talan um flutning, vatn, orkuverk, samskiftisútbúnað og aðrar samfelagstænastur. Vánaliga búskapargongdin seinastu árini hevur gjørt, at stígur er komin í neyðugar íløgur, og tí má meiri ferð setast á, sigur McKinsey í eini nýggjari frágreiðing. Kina hevur gjørt flestu íløgurnar í undirstøðukervið síðani aldarskiftið, og tann gongdin tykist at halda fram. Víst verður á, at Kina nýtir meiri til undirstøðukervið enn Norðuramerika og Evropa tilsamans, hóast bruttotjóðarúrtøkan í londunum í vesturheiminum er tríggjar ferðir størri enn í Kina. Hóast samstarv er ímillum almennar og privatar íløgur á økinum, so er privati íløguparturin minni enn 10 prosent. Figgjareftirlitið hevur meldað størsta peningastovnin í norðurlondum, Nordea til løgregluna, tí bankin kann hava hvítvaskað pengar og fíggjað yvirgangsvirksemi. Nordea sigur í eini fráboðan, at bankin er meldaður til løgregluna, tí bankin ikki skal hava hildið reglurnar í lógini um at hvít vaska pengar. Bankin sigur seg vita um tað, sum Fíggjareftirlitið krevur, og sigur seg í samstarvi við myndugleikarnar vera farnan undir at broyta mannagongdirnar, so lógin um hvítvasking av pengum verður hildin. Sendingin, Bólturin, er á skránni frá klokkan 14.45. Maria Ziskason Nesá er vertur. Har verður eisini fylgt væl við dystinum millum B68 og Skála. Støðan 1.KÍ 14 dystir 32 stig 2.Víkingur 15 dystir 28 stig 3.NSÍ 15 dystir 27 stig 4.B36 14 dystir 26 stig 5.ÍF 14 dystir 21 stig 6.HB 14 dystir 19 stig 7.TB 14 dystir 13 stig 8.Skála 14 dystir 13 stig 9.AB 14 dystir 09 stig 10.B68 14 dystir 06 stig Grundlønin hjá sjúkrrøktarfrøðingum í Føroyum er enn alt ov lág. Tað sigur forkvinnan í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Óluva í Gong, nú felagið skrivaði undir sáttmála við Fíggjarmálaráðið í gjár. Semingsstovnurin varð boðsendur, tí partarnir ikki kundu semjast um lønina hjá sjúkrarøktarfrøðingum, sum starvast undir Heilsutrygd. Sáttmálin varð tó undirskrivaður í gjárkvøldið, og partarnir møttust á miðjuni, sigur forkvinnan hjá sjúkrarrøktarfrøðingunum, Óluva í Gong, við útvarpið í dag. Hon er tó ikki nøgd fyrr enn grundlønin hjá sjúkrarrøktarfrøðingum í Føroyum fer upp, tí hon samsvarar ikki við útbúgvingarstøðið og ábyrgdina hjá sjúkrarøkarfrøðingunum, sigur Óluva í Gong. Herfólk hjá Islamskum Stati eru farin undir eitt skipað fólkamorð í Irak og Sýria, samstundis sum kvinnur og gentur í hópatali verða keyptar og seldar sum sextrælir. Paulo PINHERO, sum er formaður í mannarættindanevndini hjá ST, sigur, at talan er um ræðuleikar av ringasta slag, og IS fer fram við harðari hond, uttan mun um talan er um menn, kvinnur ella børn. Fólk hjá ST mæla nú felagskapinum til at gera enda á ræðuleikunum, annaðhvørt við hermegi, ella við at seta búskaparlig tiltøk í verk. Fiskiveiðieftirlitið boðaði frá bráfeingis veiðibanni á leiðini tann 13. juni, tí nógvur ungfiskur var at síggja á leiðini, sigur Jóhan Simonsen á Fiskiveiðueftirlitinum. Klokkan trýkorter til eitt í dag boðaði Tjaldrið løgregluni frá, at tað var á veg inn við fýra trolarum, sum fiskaðu undir fronskum flaggi tvey pør, sum partrolaðu á stongdu leiðini. Fiskiveiðieftirlitið hevur fylgisveina eftirlit við skipunum, og varnaðist tískil tíðliga í morgun, at skipini fiskaðu ólógliga. Haraftrat fingu teir okkurt tippið, men tá var Tjaldrið longu á veg út á stongdu leiðina, sigur Jóhan Simonsen, frá VØRN. Skiparirnir umborð á trolarunum eru franskmenn, men okkurt bendir á, at tað eru føroyingar og hollendarar, sum eiga skipini, upplýsti vakthavandi á politistøðini fyrr í dag. Í 2014 samtykti Evropaparlamentið, at fyritøkur, sum selja vørur og tænastur á internetinum, skulu rinda meirvirðisgjald í landinum, har tænastan verður keypt. Men býrt tú í Føroyum og leigar ein film á Netflix, rindar tú eftir øllum at døma eisini mvg í Danmark. Føroyingar í Føroyum verða skrásettir sum danir, tá teir keypa tænastur á internetinum og rinda av somu orsøk mvg í Danmark. Tað ber ikki til at siga við vissu, hvussu nógvir pengar fara í danska landskassan, men tað vindir upp á seg, sigur Garðar Ólavsson Justinussen, fulltrúi á mvg deildini hjá TAKS. Tórsvøllur skal útbyggjast fyri 98 milliónir krónur FSF og Tórshavnar kommuna bera kostnaðin og tann útbyggingin hevur fyrsta rætt, sigur Christian Andreasen, forseti í FSF. Eldraøkið hevur yvirhøvur verið tarnað av skerjingum og strongd, men tey kennast ikki reiðiliga við tær avbjóðingarnar í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu. Nakrir snávingarsteinar hava kortini verið. Í stýrisbólkinum halda tey ikki, at tilgongdin at flyta eldraøkið út til kommunurnar at umsita, var nóg væl fyrireikað, sigur Johan Christiansen, sum er stýrisformaður í Nánd. Semir Hadzibulic skoraði einasta málið í Gundadali, har KÍ vann oddabrakið ímóti B36 og harvið legði seg á odda í EFFO deildini við sjey stigum. Støðan í EFFO deildini sær nú soleiðis út 1 KÍ 35 2 Víkingur 28 3 NSÍ 27 4 B36 26 5 HB 22 6 ÍF 22 7 TB 14 8 Skála 14 9 AB 9 10 B68 7 Sambært uppskotinum hjá teimum fimm býráðslimunum skal nýtt býráðshús byggjast í miðbýnum, tá tíðin er komin til hetta, sum tað stendur í uppskotinum. P f Sandgrevstur hevur fingið treytað loyvi at byggja goymslu millum Arbeiðsmannafelagshúsið og bygningin hjá Vónini, sum Framherji nú eigur. Ein treyt hjá býráðnum er, at Arbeiðsmannafelagið sum granni verður hoyrt, og tey, sum missa útsýnið, verða kunnað, áðrenn byggiloyvið verður givið. Býráðið heitir eisini á Sandgrevstur um ikki at byggja hægri enn neyðugt. Býráðið í Fuglafirði hevur eisini samtykt at geva P f Vónini treytað byggiloyvi til trolvirki á Enni. Hesar vóru settar til, og 22 tímar seinni komu skip og manning til lands, og so var Magnus Heinason tikin upp á bedingina hjá Mest í Havn. Tosað verður um at byggja vardar íbúðir, sambýli, eina røktar og ellislon, eina lon fyri fólk, sum eru minnisleys, dement, og kanska eina lon til fólk, sum hava ólekjandi sjúku og liggja fyri deyðanum. 150 áradagurin skal ikki gloymast, og stór tiltøk eru í døgunum fyri 28. august. Millum annað við eini bókaútgávu um bygdina. J. Símun Hansen gav út bókaverkið Tey byggja land í 70 og 80 árunum, har allar norðoyggjar eru umrøddar. Hann gav eisini út eina minni bók í 1966 til 100 ára dagin. Hvannasunds kommuna heitti í februar 2015 á Snorra Brend um at skriva eina bók um bygdina, eina positiva bygdarsøgu við denti á nútíðina. Tað vil siga samrøður við fólk, sum búgva og búleikast her í dag. Pláss er fyri størri kapping á oljumarknaðinum, tað staðfestir formaðurin í Kappingarráðnum, Heri Joensen, eftir frágreiðingina hjá Kappingareftirlitinum um oljumarknaðin. Tað fer at kosta 98 milliónir krónur at útbyggja Tórsvøll. Av hesum rindar Fótbóltssambandið helvtina, og Tórshavnar kommuna hina helvtina. Skattaborgarin fær alt ov lítið fyri pengarnar, og tað er skeivt at binda komandi býráð fyri íløguna, heldur andstøðan í býráðnum. Sambært dagførdu íløguætlanini fyri 2016 hevur Tórshavnar kommuna í ár sett góðar fimm milliónir krónur av til útbyggingar á Tórsvølli. Trolararnir royndu, tveir og tveir, á einari leið, sum Fiskiveiðieftirlitið stongdi tann 13. juni, tí so nógvur ungfiskur var har. Fiskiveiðieftirlitið hevur fylgisveinaeftirlit við fiskiskipum, og varnaðist tí tíðliga í gjáramorgunin, at fronsku skipini fiskaðu ólógliga. Haltenbank II og Cap Saint Georges fóru úr Peterhead hósdagin, Andr Leduz fór haðani mánadagin, og Bressay Bank fór úr Hanstholm næst seinasta sunnudag. Vanliga plaga skiparar og reiðarí at fáa sektaruppskot í slíkum førum. Verða sektaruppskotini ikki góðtikin, fara málini í rættin. Bussurin, sum børnini vóru við, rendi saman við ein bil hjá Klaksvíkar kommunu. Tað var stutt fyri klokkan 9 í morgun, at løgreglan fekk boð um óhappið, sigur Karl Johansen, sýslumaður. Tað var bussførarin sum sjálvur ringdi til løgregluna og boðaði frá óhappinum. Løgreglan fór á staðið, og staðfesti, at talan var um ein samsnstoyt ímillum bussin og bilin hjá kommununi. Eingin hevði fingið skaða av samanstoytinum, men stoyturin var somikið harður, at onkur børn vórðu slogd fram í bussin, og rúturin brotnaði. Nøkur av børnunum vóru skelkað av hendingini, og lærararnir gjørdu alt fyri eitt av, at avlýsa túrin, og at boða foreldrunum frá tí ið var hent. Karl Johansen sigur, at børnini og lærararnir vórðu flutt á politistøðina í Klaksvík, har tey vóru, til tey fóru aftur til Havnar. Flestu foreldrini komu eftir børnunum Millum klokkan 11 og 11 30 vóru øll farin aftur til Havnar. Í Havn tóku Strandferðslan og Skúlin á Fløtum ímóti børnunum, og har fingu tey hjálp. Karl Johansen sigur, at bilurin hjá kommununi koyrdi út fyri bussin hjá Strandferðsluni, og hann hevði ongan møguleika at steðga. Talan var um óansni, og eitt hendiligt óhapp. Løgreglan hevur gjørt eina frágreiðing um hendingina, sum verður latin fútanum, sum síðani tekur avgerð um, hvat skal henda í málinum. Hesi árini varð bara róð í 5. mannaførum, 8. mannaførum og 10. mannaførum. 6. mannaførini komu ikki fyrr enn miðskeiðis í 70 unum. Til stuttleikar er sett upp yvirlit yvir teir bátar, sum stóðu seg best samanlagt í hvørjum flokki á hvørjum ári grundað á ta stigaskipan, sum fekk FM gildi frá 1973. Eitt slag av einnum óalmennum FM yvirliti fyri tíðarskeiðið 1960 1972. Men árini frá 1964 til 1972 var ein serstøk FM stevna eftir ólavsøku, og tey úrslitini eru eisini tikin við og standa fyri seg. Árini frá 1964 til 1972 var á hvørjum ári ein serstakur róður, sum var uttanfyri føstu summarstevnurnar. Henda dagin skuldi føroyameistarin finnast í øllum bátaflokkum. Sama hvussu úrslitini høvdu lagað seg á hinum stevnunum, so var tað henda stevnan og bara hendan, sum gjørdi av, hvør ið bleiv føroyameistari. FM róðurin var vanliga eftir ólavsøku í august, aloftast á Skálafirði. Eitt uppskot frá róðrardeildini Erhardt Næs, Per Hansen og Kaj Nolsøe varð lagt fyri aðalfund ÍSF 1963 um serstaka føroyameistarastevnu í kappróðri. Treytin fyri at luttaka var, at bátur hevði luttikið í minst trimum av summarstevnunum og ikki verið aftari enn nummar 4 í miðal. Per Hansen vildi tó hava miðaltalið strikað . Kappingin varð hildin á Trongisvágsfirði fyrsta árið 1964 . Síðani á Skálafirði. Eitt árið tó á Sørvágsfirði 1970 . Undirtøkan var tolulig fyrstu árini, men fánaði brátt. Tá kom fyri, at bátur var føroyameistari uttan róður, tí eingin var at kappast ímóti. Besti báturin á sumrinum møtti ikki altíð til FM kappingina, og tí misti kappingin sum frá leið ítróttarligt trúvirði. Til endans var áhugin so lítil, at kappingin helt uppat. Í 1973 var farið undir núverandi skipan, at allar stevnurnar telja við í FM kappingini. Hóast aðalstjórastarvið í Uttanríkis og vinnumálaráðnum skuldi lýsast leyst sum skjótast , sambært Løgmansskrivstovuni, so er starvið ikki lýst leyst enn. Tað er ikki greitt um starvið verður lýst leyst fyri summarfrítíðina. Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri, sigur, at enn er ikki avgjørt, nær starvið verður lýst leyst. Marjun Hanusardóttir veit ikki at siga í dag, um starvið verður lýst leyst fyri summarfrítíðina. 3. juni gjørdi løgmaður av, at starvið skuldi lýsast leyst av nýggjum. Tá boðaði løgmansskrivstovan frá, at starvið fór at verða lýst leyst, sum skjótast. Men nú, góðar tríggjar vikur seinni, er starvið ikki lýst leyst. Til samans tíggju umsóknir vóru til starvið, tvey fólk vóru innstillað, og av teimum var John Rajani innstillaður, sum nummar eitt. Men Poul Michelsen, landsstýrismaður, vildi ikki hava John Rajani, sum aðalstjóra, tí hann metti hann vera ógegnigan á ali ,tele og bankaøkinum. Tí gjørdi løgmaður av, at starvið skuldi lýsast leyst av nýggjum. John Rajani hevur kært løgmann og landsstýrismanni í Vinnu og uttanríkismálinum til løgtingsins umboðsmann fyri handfaringina av málinum. Men John Rajani tók ikki starvsumsókn sína aftur til aðalstjórastarvið í Uttanríkis og vinnumálaráðnum. Tí verður hansara umsókn til starvið liggjandi. Tað stendur í svari frá Kristinu Háfoss, løgtingskvinnum, til Bjørn Kalsø úr Sambandsflokkinum, sum spurdi landsstýriskvinnuna, um aðalráð og stovnar undir ráðunum lýsa í útlendskum miðlum, og hvussu nógvur peningur verður nýttur til hetta. Landsstýriskvinnan svarar, at tað eru nakrir fáir almennir stovnar, sum lýsa í útlendskum miðlum, men tað eru nakrir sum leingi hava lýst í útlendskum miðlum, har hetta er partur av teirra virkisgrundarlagi. Serstakliga er talan um Landssjúkrahúsið og Ferðaráðið. Í 2014 er samanlagdi lýsingarkostnaðurin í landsroknskapinum 9,19 milliónir krónir, harav 2,54 milliónir krónur er til útlendskar miðlar. Av upphæddini til útlendskar miðlar, stendur Ferðaráðið fyri 2,15 milliónum krónum, stendur í svarinum. Í 2015 er lýst fyri samanlagt 6,21 milliónir krónur , harav góðar 450 tús. krónur er til útlendskar miðlar. Tórður Mikkelsen hevur við mikrofonini fylgt súkklarunum meðan tey vandu. Ferðalagið fer úr Føroyum 9. apríl og tey skulu súkkla tilsamans 1.400 kilometrar. Umframt súkklararnar eru 10 hjálparfólk við á ferðini. Skipararnir á teimum fýra fronsku trolarunum, sum vórðu tiknir eystan fyri Fugloynna um vikuskiftið, góðtaka ikki sektaruppskotið, og málið endar tí í rættinum. Fiskiveiðieftirlitið kunnaði franska fiskiveiðieftirlitið um stongdu leiðina 13. juni, og franska fiskiveiðieftitilið váttaði í gjár, at boðini um stongsilin vóru komin fram, vísa skjøl, sum Kringvarpið hevur fingið innlit í. Í løtuni tykist tað, sum ja síðan hevur munin, helst tí, at ávarað verður serliga um búskaparligu avleiðingarnar, fer Bretland burtur úr ES. Okkara menn í London fylgja við valstríðnum, og í dag hittu teir Bjarna í Liða, sum starvast sum búskaparfrøðingur í tjóðbankanum. Magnus Heinason er í ringum standi, og støðan vísir bara, hvussu skeivt tað var, at undanfarna samgonga ikki setti pengar av til nýtt havrannsóknarskip, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður. Tað skrivar dimma.fo , sum endurgevur norska miðilin Hegnar. Víst verður til eina partabrævafrágreiðing, sum norski bankin, DNB, gjørdi fríggjadagin. Vit meta, at um danska krónan verður millum 10 og 20 prosent sterkari mótvegis evruni, versnar raktrarúrslitið hjá Bakkafrosti fyri 2016 og 2017 millum 11 og 36 milliónir krónur, skrivar bankin í frágreiðingini. Viknar evran í mun til donsku krónuna, kann tað fáa avleiðingar fyri Bakkafrost. Sambært DNB hevur føroyska felagið allar sínar útreiðslur í donskum krónum, meðan inntøkurnar eru í evrum og dollarum. Tað kann gerast føroyska felagnum dýrt. Dimma.fo skrivar, at norski bankin roknar við, at bæði pund og evra vikna í mun til hini gjaldoyruni, og so setur bankin eisini spurnartekn við tann veruleika, at danska krónan í fleiri ár hevur verið læst fyri evruni. Tí er tilmælið hjá DNB, at íleggjarar bíða við at keypa partabrøv í Bakkafrosti, men líkt er ikki til, at íleggjarar hava tikið hetta til eftirtektar, tí kursurin hækkaði so seint sum í gjár. Og tá kursurin hækkar, merkir tað, at eftirspurninguin frá keyparum er til staðar. Tað kostaði JFK Troli góðar 700.000 krónur , at skiparin á trolaranum Gadus av ósketni ikki brúkti rætta oyðiblaðið at boða norsku myndugleikunum frá, hvussu nógvur fiskur var í lastini, tá Gadus var á veg heim úr Barentshavinum í februar. Skiparin á Gadus fekk fríggjadagin 30.000 krónur í bót fyri at bróta fráboðanarskylduna í norsku fiskivinnulóggávuni. 30.000 norskar eru 23.800 danskar krónur. Reiðaríið, JFK Trol í Klaksvík, skal gjalda tveir triðingar av veiðini, Gadus hevði, tá hann varð tikin. Rætturin í Tromsø avgjørdi, at fiskurin er verdur 900.000 norskar krónur, slakar 713.000 danskar. Samanumtikið hevði Gadus góð 140 tons, sum norsku fiskiveiðimyndugleikarnir siga seg einki vita um, tá Gadus ætlaði at sigla heim úr Barentshavinum tann 19. februar í ár. Sambært ákæruvaldinum í Tromsø og Nord Troms tingrett fiskaði Gadus tey 140 tonsini í fýra dagar, frá 15. til 19. februar. Á rættarfundinum 31. mai játtaði skiparin seg partvís sekan. Ákæruvaldið kravdi tað, sum svarar til 1,1 millión krónur í okkara pengum, fyri fiskin. Men rætturin sigur, at skiparin var óskettin, tá hann tann 19. februar boðaði frá fiskiskapinum seinastu fýra dagarnar. Harafturat viðgingu bæði skipari og reiðari alt fyri eitt, at boðað varð frá við skeivum oyðiblaði. Føroyskir fiskiveiðimyndugleikar fingu rætta talið frá trolaranum. Tí skar rætturin í Tromsø okkurt um ein triðing burtur av kravinum um pengar fyri fiskin. Vit fegnast um, at sølan av Vørði gongur eftir ætlan, og góðkenningin frá íslendska miðbankanum er eitt týðandi stig á leiðini, sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik, í tíðindaskrivi í morgun. Nú vantar bara góðkenningin frá íslendsku kappingarmyndugleikunum, áðrenn sølan kann fara fram. BankNordik væntar at fáa endaligu góðkenningina í summar. Sølan av Vørði verður tí væntandi endaliga framd í seinna árshelmingi í ár. Bankin sigur í tíðindaskrivinum, at avtøkan av danska vinnukundavirksemi bankans eisini gongur eftir ætlan. Til samans fara sølan av Vørði og avtøkan av danska vinnukundavirkseminum at styrkja kapitalgrundarlag bankans við umleið 300 milliónum krónum. Sum fyrr fráboðað er ætlanin at útgjalda vinningsbýti, sum er í samsvari við styrkta kapitalgrundarlag bankans og málið um eitt kjarnukapitalprosent upp á minst 13. Av tí at sølan av Vørði væntandi verður endaliga framd í seinna árshelmingi, verður serliga vinningsbýtið væntandi útgoldið í 2017. Yoga hevur verið brúkt í Føroyum í nógv ár. Í sjeytiárunum vóru yogaskeið í Føroyum. Tað er eisini kent at halda skýming í Føroyum. Búi Egason Dam og Mariann Ivansdóttir Klein greiða frá. Donald Trump hevur sagt Lewandoski úr starvi, men Lewandowski veit ikki sjálvur at siga hví, ásannaði hann í samrøðu við sjónvarpsrásina CNN í gjár. Eitt nú skal tað eitast, at tað er hann, sum hevur avrátt, at Washington Post ikki sleppur á fundirnar, Trump heldur í valstríðnum. Ein avgerð, sum er ógvuliga umstrídd. Somuleiðis sigst Lewandowski vera maðurin, sum hevur ráðgivið Trump eftir yvirgangsatsóknirnar í Orlando. Nakað, sum Trump sambært veljarakanningunum ikki er komin serliga væl frá, tí undirtøka hansara er minkað munandi. Enn er ógreitt, hvør tekur við eftir Lewandowski, men tað verður ein stór uppgáva hjá viðkomandi. Millum annað tí, at nógvar milliónir skulu fáast til vega at fíggja eitt landsumfatandi átak. Avgerðin um, hvørt Tórshavnar Havn sleppur at byggja út, verður tikin fyri summarfrítíðina. Tað ætlar landsstýriskvinnan í innlendismálum, Sirið Stenberg. Landsstýriskvinnan eigur at síggja burtur frá meginpartinum av grundgevingunum fyri frámælinum hjá Býarskipanarnevndini hjá landinum um ikki at loyva Tórshavnar Havn at byggja út. Millum annað tað var svarið hjá Tórshavnar kommunu í apríl til niðurstøðuna hjá Býarskipanarnevndini hjá landinum, sum mælti frá at broyta byggisamtykina, so Tórshavnar Havn kundi byggja út. Tað er landsstýriskvinnan í Heilsu og Innlendismálum, Sirið Stenberg, ið eigur endaligu avgerðina, men hóast málið hevur ligið á hennara borið í fleiri mánaðir, hevur hon onga avgerð tikið enn. Hon vildi hava Býarskipanarnevndina at svara hoyringssvarinum frá Tórshavnar kommunu. Tað gjørdi Býarskiparnanevndin í mai, og har kemur hon við viðmerkingum til svarið frá Tórshavnar kommunu. Men Býarskipanarnevndin skrivar eisini, at hon annars ikki hevur aðrar viðmerkingar til málið. Tað vil siga, at nevndin hevur ikki broytt hugsan um at mæla frá, at byggisamtykin, og harvið útbyggingin, verður loyvd. Sostatt stendur tað nú til landsstýriskvinnuna at gera av, um loyvi skal gevast til at útbyggja Tórshavnar Havn. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, segði mánadagin, at hon hevur ikki tikið avgerðina enn, men at arbeitt verður við málinum í Heilsu og Innlendismálaráðnum. Sirið Stenberg vildi mánadagin ikki siga fyri útvarpinum, nær hon tekur avgerðina, men at tað verður áðrenn summarfrítíðina. Tað vil siga seinast í juni. 20 ár eru liðin síðan seinasta forsetaskiftið í Íslandi, og tí er spenningurin øgiligur í grannalandi okkara fyri norðan, nú nýggjur forseti skal veljast. Forsetaval er fjórða hvørt ár í juni. Níggju fólk stilla upp til forsetavalið í Íslandi, fimm menn og fýra kvinnur. Alt bendir tó á, at søgufrøðingurin, Guðni Thorlacius Jóhannesson, fer at vinna valið. Tórshavnar býráð ætlar at byggja nýggjan 50 metrar langhyl upp í verandi svimjihøll í Gundadali, á sama grundøki, sum ÍSF húsið stendur á í dag. Økið er kommunalt, og Tórshavnar kommuna hevur tí boðað ÍSF frá, at húsið skal takast niður. Samráðingar eru í løtuni millum Tórshavnar kommunu og ÍSF. Tórshavnar býráð samtykti einmælt á býráðsfundi hóskvøldið at taka undr við byggiskránni og fara undir verkætlanina at gera nýggjan 50 metrar langhyl í Gundadali. Talan er um langhyl, ið skal byggjast aftrat verandi svimjihøll. Tað er á sama grundøki, sum húsið hjá Ítróttarsambandi Føroya stendur á í dag. Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, upplýsti á býráðsfundinum hóskvøldið, at samráðingar eru millum Tórshavnar kommunu og ÍSF um økið. Økið er kommunalt, og tí hevur kommunan boðað ÍSF frá, at at húsið skal takast niður. Tað merkir, at ÍSF má finna aðra loysn fyri sítt virksemi. Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í ÍSF, sigur í dag, at ÍSF er kunnað um ætlanina hjá býráðnum, og at ÍSF tí er farið undir arbeiðið at finna aðra loysn. Hvørt talan verður um at byggja nýtt ÍSF hús, ella felagsskapurin fer at leiga onnur høli til sítt virksemi, veit ÍSF forsetin ikki at siga í dag. Ætlanin hjá Tórshavnar kommunu er at gera 50 metrar langhyl við átta geilum, tí við átta geilum ber eisini til at hýsa altjóða svimjikappingum í Føroyum. Í byggiskránni sæst, at verkætlanin verður raðfest í íløgukarminum hjá Tórshavnar kommunu árini 2018 til 2020. Mett verður, at at heildarkostnaðurin er umleið 80 milliónir krónur. J og K Petersen fylgdi ikki tilráðingunum og lógini um spreingievni og spreingiarbeiðið, tá sjey hús á Hvítanesi fingu skaða tann 21. apríl, tá sprongt varð fyri vegaføringini til Skálafjarðartunnilin. Arbeiðseftirlitið er nú komið við sínari niðurstøðu um óhappið. Tað sæst í lógaruppskoti, ið er sent til hoyringar frá Fíggjarmálaráðnum. Landsbanki Føroya verður settur á stovn í næstum, og yvirtekur eitt nú uppgávurnar hjá Gjaldstovuráðnum. Virkandi Gjaldstovuráð verður tí niðurlagt, stendur í uppskotinum. Sambært galdandi lóg er stýrisformaðurin í Gjaldstovuráðnum formaður í stýrinum fyri Samhaldsfasta. Tá ið Gjaldstovuráðið verður niðurlagt, fellur umboðið hjá Gjaldstovuráðnum í stýrinum tí burtur. Fíggjarmálaráðið ætlar, at stjórin í Landsbanka Føroya verður nýggur limur í stýrinum og eisini formaður. Tá Landsbankin er endurstovnaður, skal hann umsita Samhaldsfasta. Tað vil siga, at frá 1. januar 2017 verður tað Landsbankin, ið umsitur grunnin. Eitt lógaruppskot er á veg um broytingar í lógini um Búskapargrunnin. Men gjøld frá fiskivinnuni og alivinnuni koma ikki aftur í lógina í hesum umfarinum. Tá landskassin hevur avlop, skal partur av avlopinum í Búskapargrunnin. Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, vil hava Løgtingið at broyta lógina um Búskapargrunnin. Tá avlopið er upp í 200 milliónir krónur , skulu 20 prosent av avlopinum í grunnin. Tá avlopið fer upp um 200 milliónir, fer helvtin av tí, sum er oman fyri 200 milliónir, í Búskapargrunnin. Landsstýrið væntar níggju milliónir í yvirskoti í ár og 50 milliónir næsta ár. Sambært tí fara ávikavist 1,8 og tíggju milliónir krónur í Búskapargrunnin næstu tvey árini. Landsbankin, sum skal endurstovnast, skal umsita Búskapargrunnin. Endamálið við Búskapargrunninum er tað sama sum tað var, tá hann varð stovnaður í 2011. Hann skal fáa í lag ein tryggan, framkomnan og sjálvbjargnan føroyskan búskap. Sambært upprunaligu lógini um Búskapargrunnin skuldu millum annað tilfeingisgjøld frá fiskivinnuni og alivinnuni í grunnin. Hetta vóru gjøld, sum komu einaferð, ikki tey árligu gjøldini. Men tær 72 milliónirnar, sum fingust fyri makrelin á uppboðssøluni í 2011, fóru ikki í grunnin. Lógin varð broytt í 2011, so bara inntøkur frá oljuvinnuni stóðu eftir í lógini. Ongar slíkar inntøkur hava verið. Nýggja samgongan mælir tó ikki til at fáa pengar frá fiskivinnuni og alivinnuni aftur í lógina. Mælt verður til at kjølfesta Búskapargrunnin í stjórnarskipanini, sum samgongan ætlar at hava fólkaatkvøðu um næsta ár. Kristina Háfoss sigur, at í hesum umfari verður bara inngjaldið viðgjørt. Tað hevur skund, tí ætlanin er at hava yvirskot í fíggjarlógini longu í ár. Útgjaldið verður dagført seinni, sigur landsstýriskvinnan. Ongin spenningur er um fyrsta plássið í løtuni, tí tað situr KÍ trygt á, og tí er størsti spenningurin í hesum umfarinum um tey sekunderu plássini, sigur Jóannes Jakobsen, viðmerkjari. Í fótbóltskjakinum hesaferð verður hugt aftur á 15. umfar, fram á 16. umfar og Jóannes og Tróndur taka samanum gongdina higartil í kappingini. Transport og Bygningsministeriet í Danmark ætlar at lýsa eina danska kunngerð, sum heimilar donskum myndugleikum, at útskriva eitt koyrikort, at skráseta koyri og hvílitíðina talgilt til persónar, sum hava vanligan bústað í Føroyum. Landsstýrið ætlar at broyta kunngerðina um koyrikort og koyrifrálæru, so hon hóskar til viðurskiftini í ES. Fyri at kunna fáa útgivið eitt slíkt koyrikort, skulu persónarnir, ið búgva í Føroyum hava gjøgnumført eina eftirútbúgving av vinnuførleikum. Heimild má fáast til vega, at skráseta vinnuførleikarnar í koyrikortinum við eini talkotu, sum váttar, at persónurin lýkur førleikatreytina. Tí er ætlanin at broyta kunngerðina um koyrikort og koyrifrálæru, har treytir um eftirútbúgving hjá vinnuførarum og førleikaprógv eru innarbeidd við støði í ES reglugerð. Talan er um eftirútbúgving til fólk, sum hava koyrikort til vinnuligan fólkaflutning til buss, og persónar, sum hava koyrikort til lastbil og stórar, viðfestar vognar. Á eystara arm á Skálafjørðinum merktu tey einki til turkin, sum hevur verið seinastu vikurnar, tí beint frammanundan var fyrsti vatnbrunnurin við Prestá oman fyri bygdina á Skála tikin í nýtslu. Vit noyðast at gera handilsavtalu við Bretland, sum kann vera okkum til fyrimunar, Føroyar standa ikki fremstar í røðini, tá Bretland skal samráðast við onnur lond. Beint eftir midnátt fóru teir fýra fronsku trolararnir, sum Tjaldrið tók sunnudagin, av Kollafirði. Sambært Marine Traffic er Bressay Bank á veg til Hanstholm. Trolararnir vórðu tiknir á einari stongdari leið eystan fyri Fugloynna. Skipararnir halda uppá, at teir vistu ikki, at leiðin var stongd. Teir høvdu ikki fingið boð um tað frá fronsku myndugleikunum. Skipararnir fingu sektaruppskot, og fútin avgjørdi eisini at draga inn veiðu og reiðskap. Reiðaríið hevur sett trygd fyri pengunum, 1,3 milliónum krónum, so trolararnir kundu sleppa útaftur. Sum skilst ætla reiðarí og skiparar at royna málið í Føroya rætti. Fiskidaganevndin letur landsstýrismanninum metingar um støðuna í botnfiskastovnunum, tilmæli um fiskidagar, og hvussu fiskiskapurin skal skipast komandi fiskiárið. Í Fiskidaganevndini eru umboð fyri reiðarar og manningar. Dennis Holm er formaður í Fiskidaganevndini. Seinastu árini hevur Fiskidaganevndin mælt til at halda fram við sama fiskidagatali. Fyri einari viku síðani kom Havstovan við sínum tilmæli um fiskidagar. Havstovan mælir til stórar skerjingar fyri at verja tosk og hýsu. Á ólavsøku skal Høgni Hoydal so leggja sítt lógaruppskot um fiskidagar fyri Løgtingið. Donald Trump, sum ætlar at gerast forseti í USA, biður nú um pengar frá íslendskum tingfólkum, skrivar íslendski tíðindamiðilin, Nútíminn á netinum. Nakrar altingskvinnur hava fingið teldupost frá Donald Trump, har sum hann biður tær stuðla sær við pengum, og so skal hann sjálvur rinda eins nógv og hann fær frá teimum, skrivar miðilin. Katrín Jak obs dótt ir, forkvinna í flokkinum Vinstri grøn, sigur seg vóna, at hon ikki er tann einasta, sum hevur fingið teldupost frá Trump, tí, sum hon sigur, so eri eg á onkrum løgnum lista. Men ein onnur tingkvinna floksins, Bjarkey Ol sen Gunn ars dótt ir, og ein tingkvinna hjá íslendska stjórnarflokkinum, Framsóknarflokkinum, hava eisini fingið teldupost frá Trump. Tingkvinna Framsóknarfloksins, Vig dís Hauks dóttir, er forkvinna í fíggjarnevndini hjá altinginum. Nútíminn hevur teldupostin, sum forkvinnan hjá teimum Vinstru grønu fekk frá Trump, og hann tykist vera ektaður. Harafturat er Donald Trump farin undir eina innsavning, nú hann er komin eftir, at Hillary Clinton hevur nógvar ferðir fleiri pengar til valstríðið enn hann hevur. Men teldupostarnir til íslendsku tingkvinnurnar kann koma Trump aftur um brekku, um teir veruliga eru frá honum, tí í USA er ólógligt, at valevni biðja um pengar uttanlands. Sambært miðlinum Politico hevur Hillary Clinton nú 275 milliónir krónur til sítt valstríð, Donald Trump hevur bara slakar níggju milliónur krónur at føra valstríð fyri. Líkt er tó til, at Donald Trump ikki veit nógv um íslendskan politikk, tí hansara politikkur hevur neyvan nakað felags við poltikkin hjá teimum Vinstri grønu í Íslandi. Rúnar Reistrup hevur verið nevndarlimur í Vodafone síðan 2013 og gjørdist nevndarformaður fyrr í ár. Hann hevur drúgvar leiðsluroyndir úr altjóða KT og televinnuni, umframt at hann hevur royndir sum íverkseti og stjóri. Rúnar Reistrup arbeiddi fyri eitt av heimsins størstu telefeløgum, Vodafone Group í London, frá 2009 til 2013, har hann frá 2011 røkti starvið sum Global Head of Products. Seinastu árini hevur Rúnar Reistrup verið stjóri í Depop, har hann eisini hevur verið í nevndini. Hann heldur fram sum íleggjari í Depop. Yrkisfelagið fyri lærarar á Miðnámi mótmælir, at leiðslan á Glasi er farin at eftirmeta lærararnar eftir einum leisti, sum sambært lærarunum skeiklar teirra rættartrygd og harumframt elvir til ótryggleika. Arbeiðseftirlitið hevur givið J og K Petersen eina álvarsliga átalu, men tað fær ongar avleiðingar fyri nakran hjá J og K Petersen, sigur stjórin, Steinolvur Petersen. Hann undrast á, at Arbeiðseftirlitið í sínari niðurstøðu sigur, at eftirlitið við J og K Petersen verður hert, men at Arbeiðseftirlitið ikki heldur tað verða neyðugt at geva J og K Petersen bót. Síðan 2010 hava tvey sløg av humlu flogið í føroyskum urtagørðum. Men fyri tveimum árum síðan hvarv akurhumlan, sum hevur hildið til í Kollafirði og har um leiðir. Gomlu skótahúsini í Skúvadali vórðu bygd í 1941, og skiftandi tíðir hava ført við sær, at húsini nú vóru slitin og ikki nóg væl viðlíkahildin, so antin var at taka tey niður og gevast ella byggja nýggj hús á staðnum. Tað bleiv til tað seinna. Nógv arbeiðsfólk hava gingið langa teinin eystur fyri at hjálpa við arbeiðnum. Alt ólønt. Kvinnurnar hava gingið millum bý og dal við mati, so væl hevur gingist henda seinasta mánaðin. Tyrlupallur er eisini gjørdur, so lættari er at koma til og frá, sigur Árni Skaale við morgunsendingina. Myndin vísir gomlu og nýggju húsini eysturi í Skúvadali. Fjallarenningin, ið hevur fingið heitið NAX Mountain Run, gongur fyri seg í norðurstreymoy, har tann vakra, óspilta og serstaka føroyska náttúran er við til at skapa karmarnar um hesa fjallarenning. Runnið verður um skørð, áir og millum steinar, har einki fótafet er eins, og har rennarin veruliga kennir vindin súsa um oyruni. Tað merkir eisini, at tað er ein avbjóðandi túrur, har tann luttakandi má steðga á og seta ferðina niður í summum førum. Í sendingini Snipp snapp eru teknifilmar, ið eru ætlaðir smáum børnum. Sendingin verður send hvørt mikukvøld og endursend um vikuskiftið. Danmark fer nú undir herdubbing við Norðpólin og fer at nýta nógvar pengar til átakið tey næstu árini. Grønlendski og føroyski leikluturin verður eisini umrøddur. Millum annað skal ein grønlendsk heimaverja skipast, íløgur skulu gerast í fylgisveinar, og sjóverjan skal styrkjast. Tað stendur í eini frágreiðing, sum danski verjumálaráðharrin, Peter Christensen, fer at almannakunngera mánadagin, skrivar Jyllandsposturin. Avbjóðingarnar við Norðpólin eru stórar, og tí er neyðugt við íløgunum, skrivar blaðið. Lagt verður upp til, at 360 milliónir krónur, sum eru tøkar, verða nýttar til endamálið, og so mugu minst 120 milliónor krónur játtast um árið. Danski fólkaflokkurin, Radikali flokkurin og danski javnaðarflokkurin taka undir við tí, sum stendur í frágreiðingini. Flokkarnir taka undir við, at Danmark fyrireikar seg til tað, sum skal henda kring Norðpólin. Søren Espersen í danska fólkaflokkinum heldur tað vera eitt gott hugskot, at Grønland fær heimaverju, men mælir til, at bæði grønlendingar og føroyingar skulu gera herskyldu, um londini vilja hava ávirkan. Hvørki danski javnaðarflokkurin ella radikali flokkurin taka kortini undir við tí. Martin Lidegaard, framsøgumaður hjá radikala flokkinum vil hava grønlendingar við í samráðingarnar. Framsøgumaðurin hjá danska javnaðarflokkinum, Henrik Dam Kristensen, leggur mest dent á, at ætlaninar ikki eru at meta sum herdubbing. Men soleiðis kann Russland meta ætlanina, sigur stjórin í hugsanarbankanum, RIAC, Andrey Kortunov, sum heldur til í Moskva. Hann leggur dent á, at Norðpólurin hevur stóran strategiskan týdning fyri Russland, og donsku ætlaninar eru ikki vælkomnar hjá russisku leiðsluni, sigur hann, og vísir á spentu støðuna ímillum NATO og Russland. Danski verjumálaráðharrin, Peter Christensen, váttar, at frágreiðingin um Norðpólin er klár, men hann vil ikki gera nakrar viðmerkingar fyrr enn mánadagin, tá stjórnin fer at leggja ætlaninar fyri norðpólsleiðina fram. Viðurskifti í Arktis eru á breddanum, tá ráðharrin fyri amerikanska herflotan vitjar í Føroyum næstu dagarnar. Ray Mabus kemur til Føroya í morgin og steðgar til sunnudagin. Amerikanski herflotaráðharrin skal hava fund við Aksel V. Johannesen, løgmann, Poul Michelsen, landsstýrismann í uttanríkis og vinnumálum, og Høgna Hoydal, landsstýrismann í fiskivinnumálum. Á skránni fyri fundirnar eru viðurskifti í Arktis, upplýsir Uttanríkis og vinnumálaráðið í tíðindaskrivi. Á vitjanini í Føroyum skal Ray Mabus eisini hitta Løgtingsins uttanlandsnevnd og vitja Arktisk Kommando. Yrkisfelagið fyri lærarar á miðnámi hevur mótmælt, tí nýggi leisturin skeiklar rættartrygdina og elvir til ótryggleika millum lærarar, sigur felagið. Bogi Bech Jensen, rektari, tekur atfinningarnar til eftirtektar. Eitt tað fyrsta, sum Sirið Stenberg gjørdi, tá hon var vorðin landsstýriskvinna í september í fjør, var at boða frá einari mennningarætlan fyri sjúkrahúsini. 48 fólk, millum annað tveir serfrøðingar úr Íslandi og Noregi, hava nú gjørt menningarætlanina, sum verður almannakunngjørd týsdagin. Í samgonguskjalinum stendur, at arbeiðið við Visjón og menningarætlan fyri Sjúkrahúsverk Føroya , sum eitt samt løgting tók undir við í mai í fjør, verður gjørt. Hetta arbeiðið skal byggja á faklig tilmæli frá øllum avvarðandi pørtum í sjúkrahúsverkinum. Ein ætlan er orðað í trimum høvuðspørtum við ítøkiligum tilmælum til politisku skipanina. Tilmæli skuldu gerast um, hvørjar grundleggjandi viðgerðir og tænastur skulu vera í føroyska sjúkrahúsverkinum, hvørjar skulu vera á hvørjum sjúkrahúsi, og hvussu tær skulu samskipast millum sjúkrahúsini. Fíggjarligi tørvurin og starvsfólkaorkan hjá sjúkraverkinum er mettur. Endamálið er at veita heilsutænastur á hægsta stigi, stendur í arbeiðssetninginum. Serføroysku rossini eru egin rasa og eru ikki blandað ella í ætt við onnur rossasløg. Fyri 200 árum síðani vóru 800 serføroysk ross, men talið er minkað støðugt síðani. Nú gongur tó aftur hinuvegin. Avbjóðingin er kortini stór, tí torført er at finna øki til rossini at búleikast á. Nú hava fleiri greðingar fingið bústað úti á Borðuni í Nólsoy. Tá brustu tey, sum eru fyri og ímóti bretskum ES limaskapi, saman á einum víðfevndum sjónvarpanum veljarafundi, sum Wembley var karmur um. Talan var um ein lívligan samanbrest. Í dag eru eygleiðarar á einum máli um, at báðir partar stóðu seg eins væl. Veljarakanningar í morgun vísa, at tað stendur á jøvnum enn. 44 prosent av bretum eru fyri ES limaskapi og 44 prosent eru ímóti, meðan góð 10 prosent av bretum framvegis ikki hava tikið støðu. Fyri at sannføra bretsku tjóðina, um ikki at fara úr ES samveldinum, legði ja síðan dent á búskaparligu fyrimunirnar við ES limaskapi. At ES er ein tryggur og ríkur marknaður til bretskan útflutning, at ES hevur verið við til at menna Bretland til ta framkomna stórveldið, tað er í dag. Lygn, sigur nei síðan. ES undirmetir Bretland. Í øldir hava bretar gingið á odda við nýhugsan og íverksetan, men tað virkisfýsni køvir ES lógir og reglur. Heimurin er størri enn Evropa, og eldri enn ES tí má Bretland loysast úr ES bondum. Ja síðan svaraði aftur við at vísa á ta óvissu, sum Bretland er á veg inn í, fer landið úr ES. Tí eingin á nei síðuni hevur eitt greitt boð um, hvussu Bretland skal fóta sær í heiminum um bretar atkvøða nei hósdagin. Spurningurin um tilflytarar fylti eisini nógv. Sum er sleppur eitt óavmarkað tal av fólki úr ES limalondunum til Bretlands at arbeiða. Nei síðan heldur, at talið av tilflytarum má avmarkast, tí bretar missa størv og siga tey ytst á høgraveinginum verða fremmandgjørdir í egnum landi. Ja síðan legði eirindaleyst nei síðuna undir at spjaða hatur og ótta. Bretland hevur altið verið eitt fjølbroytt samfelag, sum hevur loyvt øðrum at seta búgv við teirra treyt at tey geva nakað aftur og taka lut í samfelagnum. Búskapurin er tengdur at útlendskari arbeiðsorku og samleikin hjá bretum er fleirmentaður. Tað margháttliga við ES valstríðnum í Bretlandi er, at meginparturin av politikarum og serfrøðingum eru samdir um, at ES limaskapur gagnar Bretlandi. Fleiri enn 1000 vinnulívstjórar heittu í morgun á bretar um at atkvøða fyri ES limaskapi hósdagin. Tað sama gera bæði bretski tjóðbankin og bretska fíggjarmálaráðið eisini. Men ávaringarnar tykjast ikki rína við hjá vanligum fólki. Hetta er ein grundleggjandi spurningur um frælsi, fólkaræði og sjálvræði, siga tey sum eru ímóti. Bretar skulu taka avgerðirnar í Bretlandi tað skulu týskarar, fraklendignar og póllendingar í Bretlandi ikki gera. Í eini inniligari áheitan bað Ruth Davidson úr konservativa flokkinum bretar hugsa seg væl um áðrenn teir velja hósdagin. Tí tað kann fáa svárar avleiðingar um Bretland fer úr ES. Bæði fyri hvønn einstakan breta og alt Evropa. Tað er eingin vegur aftur og framtíðin verður óviss, segði hon. Nei, svaraði Boris Johnson aftur. Hósdagurin 23. juni 2016 kann gerast frælsisdagur hjá bretsku tjóðini um vit velja okkum sjálvi fram um ES í morgin. Nú eru 18 tímar til valhølini lata upp í Bretlandi, og alt er opið. Stríðið um ES hevur sett kílar í bretska samfelagið og skelkað grundarlagið undir euro samveldinum. Hvussu tað spælir av kann bara tíðin vísa. Arkitekter 99 eru høvuðsráðgevi, og tí fer Landsverk, sum er byggiharri, eftir teimum. Talan er um okkurt um hálva aðru millión krónur, sum Landsverk fer at krevja frá høvuðsráðgevanum, Arkitektum 99 í Havn. Tað sigur Arne Debess Madsen, deildarleiðari hjá Landsverki Men talið er ikki endaligt, tí arbeiðið er ikki liðugt. Arne Debess Madsen sigur, at ein projektfeilur er gjørdur. Feilin vil Landsverk hava endurgjald fyri. Jóhann Laksafoss hjá Arkitektum 99 sigur, at hagar er einki krav komið frá Landsverki. Og talið, hálv onnur millión, hevur ikki hoyrt. Kemur eitt krav, noyðast Arkitektar 99 sum høvuðsráðgevi og undirráðgevararnir at seta seg saman og tosa um kravið og meta, hvat er rímiligt og hvat ikki er, og hvør skal gjalda, sigur Jóhann Laksafoss. Arkitektar 99 hava ikki sjálvir eftirlitið við arbeiðinum í Tekniska skúla, og tað er óheppið, at Landsverk hevur valt tað loysnina, sigur Jóhann Laksafoss. Suðuroyingar og klaksvíkingar eru farnir at togast um Smyril. Býráðið í Klaksvík og KÍ hava spurt Strandfaraskip landsins, um Smyril ikki kann sigla av Klaksvík á Havnina leygardagin 27. august og norður aftur um kvøldið, tá KÍ skal spæla finalu um løgmanssteypið. Men í Suðuroynni vilja fólk ikki missa Smyril hendan dagin. Strandferðslan kannar nú, um tað ber til at sigla við KÍ fjepparum leygardagin uttan at órógva ferðaætlanina á Suðuroyarleiðini, sigur Hilmar Eliasen stjóri. Hann væntar at kunna svara klaksvíkingum í næstu viku, um Smyril fær siglt. Men hann dugur longu nú at síggja, at verður finalan á Tórsvølli sum ætlað klokkan19 45, kann Smyril illa sigla, tí so fær manningin ikki kravdu hvíldina, áðrenn Smyril skal av Tvøroyri sunnumorgunin. Hilmar Eliasen sigur, at tey ætla ikki at órógva Suðuroyarleiðina, ella í øllum førum sum minst. Smyril tekur 975 ferðafólk. Hann brúkar okkurt um fimm korter um at sigla millum Klaksvík og Havnina. Sambært ferðaætlanini hjá Smyrli leygardagar fer hann av Havnini klokkan sjey og norður aftir klokkan hálvgum tíggju. Siðani fer hann av Havnini aftur klokkan fýra seinnapartin og norður aftur klokkan hálvgum sjey. Seinasti túrur leygardag er av Havnini klokkan eitt korter til tíggju um kvøldið. Fyribils talið av veljarum í Stórabretlandi og Gibraltar bendir á eitt met, sum er 46.499.537 veljarar, skriva valevni á heimasíðu sínari, sambært DR. Metið frammaundan var á tjóðartingsvalinum í fjør, tá 46.354.197 bretar skrásettu seg sum veljarar. Freistin at skráseta seg var 7. juni, men tekniskir trupulleikar gjørdu, at freistin bleiv longd tveir dagar. 39 milliónir veljarar eru skrásettir í Onglandi, umleið fýra milliónir í Skotlandi, umleið 2,3 millónir í Wales og 1,26 milliónir veljarar í Norðurírlandi. Á Gibraltar, sum liggur á við sponsku strondina, men sum hoyrir til Stóra Bretland, hava 24.117 fólk skrásett seg sum veljarar. Til samans eru 41.000 valstøð. Í øllum teimum evropeisku londunum vaksa smáu høgranationalu flokkarnir, og hetta hendir samstundis við, at alsamt fleiri flóttafólk koma til Evropa, og alsamt meira arbeiðsmegi flytir frítt um landamørk í ES. Hesir flokkar eru ímóti, at ES fær meira vald frá teimum einstøku tjóðunum og brúka í stóran mun flóttafólk og immigratión í sínum valstríði, tí tað fyllir nógv í løtuni og rakar kenslurnar hjá fólki, sigur Sólvit Nolsø, stjørnmálafrøðingur. Í Bretlandi er innflyting og immigraitón eisini spurningurin, sum liggur veljarunum á leave síðuni mest á sinni, men tað er ikki hetta, sum almenna leave herferðin leggur dent á. Almenna valstríðið snýr seg mest um demokratiska trupulleikan við ES og búskaparligar spurningar. Eisini innanhýsis í Labour flokkinum, sum er bretski arbeiðaraflokkurin, er ein gjógv í millum tað, sum veljarin vil, og tað sum flokksleiðslan umboðar, sigur Oddur á Lakjuni, søgufrøðingur. Labour vil, at Bretland verður verandi í ES, men ein sera stórur partur av teirra veljarum serliga har norðuri í Onglandi vil úr ES, tí tey halda, at tann fría flytingin av arbeiðsmegi í Evropa er ein hóttan móti teirra tilveru. Ríkisleiðararnir í Evropa noyðast at semjast um eina felags loysn á flótafólkaspurninginum, sigur Marlene Wind, professari í evropeiskum politikki á universitetinum í Keypmannahavn. Hon heldur, at politisku leiðararnir í Evropa liggja ov nógv undir fyri rákinum og tora ikki at verja borg, tá tað ræður um ES. Durita Lamhauge Jóansdóttir, sum hevur lisið evropavísindi, leggur dent á, at ætlanin við ES upprunaliga var at skapa frið í Evropa við politiskum leiðarum, sum hugsaðu longur enn bara innan fyri egnu landamørk, men við atliti at felags málum í Evropa. Tað siga fiskimenn, sum Fiskidaganevndin tosaði við í mai. Nú er meira æti í sjónum, og meiri nebbasild er eisini at síggja. Og toskastovnurin er væl fyri annað árið á rað, siga fiskimenn. Støðan hevur ikki verið so góð í nógv ár. Fiskidaganevndin tosar við fiskimenn og kvinnur hvørt ár, tá nevndin skal gera tilmæli um fiskidagar. Í mai tosaði nevndin við 59 fólk í fiskiflotanum. Niðurstøðan hjá teimum er ein onnur enn tann hjá fiskifrøðingum. Fiskidaganevndin mælir til sama fiskidagatal. Okkara uppgáva er ikki at kopiera Havstovuna. Vit lurta í staðin eftir fiskimanninum, sigur formaðurin í Fiskidaganevndini, sum mælir til óbroytt fiskidagatal næsta fiskiár Fiskidaganevndin handaði í gjár landsstýrismanninum í fiskivinnumálum sítt tilmæli, sum aftur í ár er í greiðari andsøgn til tilmæli frá Havstovuni. Seinnapartin í gjár vísti ein kanning, at 45 prosent vilja úr ES og 44 prosent vilja verða verandi. Men tvær meiningakanningar í gjárkvøldið, vístu báðar, at bretar velja ES. Men kanningarnar vístu samstundis, at 17 prosent av veljarunum ikki høvdu tikið støðu, so teirra avgerð kann broyta úrslitið av fólkaatkvøðuni. Fiskidaganevndin sigur í tilmæli sínum um fiskidagar næsta fiskiár, at nú eru 60 prosent færri skip og bátar í føroyska fiskiflotanum enn fyri átta árum síðani. Lions Club Tórshavn, sum kann halda 50 ára stovningardag í november mánaði, hevur vunnið rættin at lata ársins Lionsprís, sum er upp á til samans 400.000 krónur, ið koma Føroya Barnaheimi til góðar. Lionsprísurin, sum varð stovnaður í 1988, verður latin einum einstaklingi, stovni ella líknandi sum stuðul til granskingar ella menningararbeiði, ið kann betra um lívskorini hjá borgarum. Tað verður Føroya Barnaheim, ið fær tær 400.000 krónurnar, sum Lionsprísurin er í ár, og í tí sambandi fara Mortan Poulsen, fráfarandi forseti í Lions Club Tórshavn, og Hildur Hermansen, leiðari á Føroya Barnaheimi, um eina góða viku til Danmarkar at taka ímóti Lionsprísinum. Hetta hendir við stíli, tí tað verður hansara kongliga hátign, Heindrikkur prinsur, ið fer at handa prísin umborð á Dannebrog , sum tá liggur í Aarhus. Prinsurin er verji hjá Lions Club Danmark, og ein av uppgávunum er, at hann á hvørjum ári handar Lionsprísin. Morgunsendingin tosar við Mortan Poulsen, fráfarandi forseta í Lions Club Tórshavn, og Hildur Hermansen, leiðara á Føroya Barnaheimi. Áhugin fyri bretsku fólkaatkvøðuni í dag er øgiliga stórur, greiðir Svein Magnason, tíðindamaður hjá Kringvarpinum í London, frá, nú valhølini eru latin upp. Hoyr alla samrøðuna og frásøgnina her. Rættarhjálpin er eitt toymi, mannað við løgfrøðingum, ið starvast hjá tí almenna og privata. Føroyingar, sum hava tørv á løgfrøðiligum ráðum, kunnu venda sær til teirra. Hvørt ár biða áleið 700 fólk um ráðgeving og hjálp. Í flestu førum eru tað fyrispurningar, ið snúgva seg um arvarætt og familjurætt. Føroyar vóru í hesari vikuni til hoyringar hjá ST um sáttmálan um borgaralig og politisk rættindi. Sáttmálin hevur verið í gildi í Føroyum síðani 1972. Mannarættindanevndin spurdi millum annað um, hvussu eftirlitið við mannarættindum er í Føroyum. Nevndin vildi eisini frætta um ætlanina hjá landsstýrinum at stovna óheft eftirlit við mannarættindum. Landsstýrismaðurin í uttanríkis og vinnumálum hevur sett ein arbeiðsbólk at kanna og gera tilmæli um, hvussu ein óheft eftirlitseind kann verða skipað í Føroyum. Arbeiðsbólkurin skal koma við sínum tilmæli seinni í ár. Niðurstøður og tilmæli frá Mannarættindanevndini verða væntandi almannakunngjørd hálvan juli. Tey verða løgd á heimasíðuna hjá Uttanríkis og Vinnumálaráðnum. Hoyringin nú í vikuni var í høvuðssætinum hjá hákommisserinum hjá ST fyri mannarættindum í Geneve. Embætisfólk í Uttanríkis og Vinnumálaráðnum svaraðu fyri Føroyar. Hevði Gunnar í Liða framvegis verið nevndarlimur í Ognarfelagi trygginartakaranna, hevði hann kunnað kært avgerðina hjá Skrásetingini um formansvalið í fjør til Vinnukærunevndina. Men av tí, at Gunnar í Liða ikki longur er í nevndini, kann hann ikki kæra. Og tað sama er galdandi fyri fyrrverandi nevndarlimirnar Jákup Egholm Hansen og Jan Muller. Tað sigur Vinnukærunevndin, sum hevur víst málinum frá sær. Orsøkin er, sigur Vinnukærunevndin, at Gunnar í Liða, Jákup Egholm Hansen og Jan Muller eru ikki longur í nevndini hjá Ognarfelagnum. Teir kunnu tí ikki metast at hava slíkan týðandi, individuellan áhuga í úrslitinum av málinum, at teir hava rætt at fáa kæruna viðgjørda. Teir tríggir kærdu avgerðina hjá Skrásetingini at ógilda formansvalið í fjør. Tað stóð á jøvnum, so Gunnar í Liða læt sína atkvøðu sum formaður telja dupult, og so bleiv hann formaður. Men Skrásetingin kravdi, at formansvalið skuldi ganga umaftur og avgerast við lutakasti. Skrásetingin helt uppá, at hennara avgerð var stílað til nevndina, ikki til hvønn nevndarlim sær. Tí er nevndin partur í málinum, ikki hvør nevndarlimur. Og tí kunnu nevndarlimir ikki kæra. Vinnukærunevndin sigur tó, at avgerðin hjá Skrásetingini hevði beinleiðis ávirkan á formanssessin hjá Gunnari í Liða. Tí hevði hann týðandi og rættarligan áhuga í úrslitinum av eini kæruviðgerð. Gunnar í Liða hevði tí rætt at kæra avgerðina hjá Skrásetingini, sigur Vinnukærunevndin. Men, tað hevur hann kortini ikki, tí hann er ikki longur í nevndini hjá Ognarfelagnum. Tí hevur hann ikki meiri enn onnur almennan áhuga í at fáa avklárað, um formansins atkvøða er avgerandi, ella lutakast skal vera, tá stendur á jøvnum. Niðurstøðan hevur onga ávirkan á Gunnar í Líða, hvørki rættarliga, fíggjarliga ella faktiskt á ein slíkan hátt, at hann verður raktur týðandi og individuelt, sigur Vinnukærunevndin. Landsstýrið væntaði sær tó 23 milliónir afturat, tá tinglýsingargjaldið hækkaði 100 prosent á nýggjárinum. Gjaldið fyri at tinglýsa fór úr hálvum prosenti upp í eitt prosent av tinglýsta virðinum. Tað varð gjørt fyri at gera inntøkugrundarlagið hjá landskassanum størri, tí skatturin lækkaði á nýggjárinum, og landsstýrið vil hava avlop í fíggjarlógini í ár. Í fjør fekk landskassin 33 milliónir í tinglýsingargjaldi, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, í svari til Bjørn Kalsø, løgtingsmann, sum spyr um ymisku avgjøldini hjá landsstýrinum, millum annað um tinglýsingargjaldið. Hóast tinglýsingargjaldið var hálvt prosent til 1. januar í ár, kom nógv meira tinglýsingargjald í landskassan í fjør enn undanfarin ár, 33 milliónir í fjør, men millum 18,7 og 20,5 milliónir undanfarnu árini. Tað er ógvuliga sannlíkt, at búskapurin í Evropa verður tálmaður, og tað kann føra við sær arbeiðsloysi og minni nýtslu, sigur Jacob Graven, leiðandi økonomur hjá Sydbank. Tað verður ikki bara Bretlandi, at tað fer at merkjast, um meiriluti av bretska fólkinum í dag atkvøður nei á fólkaatkvøðuni til at verða verandi í ES samstarvinum. Óttast verður, at nógvir íleggjarar síggja tað sum eitt byrjandi skalvalop, har alt ES samstarvið molast sundur, sigur Jacob Graven, sambært finans.dk Búskaparfrøðingarnir, finans.dk hevur tosað við, eru samdir um, at tað fer at raka alt Evropa, atkvøða bretar nei . Bretland sjálvt verður kortini harðast rakt, fer landið úr ES samstarvinum. 820.000 fleiri fólk í Bretlandi verða arbeiðsleys, húsaprísirnir fara at minka við einum fimtingi og búskapurin fer at líða, atkvøða bretar nei í dag, heldur fíggjarmálaráðið í Bretlandi, sambært finans.dk Skuldi tað hent, at bretar fara úr ES, so hendir tað ikki við tað sama. Tað fer væntandi at taka tvey ár, og samráðingar um framtíðina skulu verða lidnar áðrenn Bretland fer úr samveldinum. Ógreitt er, hvør skal bjóða fólki endurvenjing, landið ella kommnurnar, eftir at heimarøkt og eldraøkið varð latið kommununum at umsita. Síðani hevur ivi verið um markamótið millum land og kommunur. Tí varð ein arbeiðsbólkur settur at gera tilmæli um eina samanhangandi tænastu og eitt yvirlit, sum ger, at eingin longur ivast í, hvørja endurvenjing ávikavist sjúkrahúsini, Almannaverkið og kommunurnar skulu veita. So leingi bíðað verður eftir tilmælinum hjá arbeiðsbólkinum, og til politisk støða er tikin til tilmælið, eru landsstýrið og Kommunufelagið samd um, at kommunurnar bjóða fólkapensjónistum endurvenjing. Sjúkrahúsverkið gevur sjúklingum endurvenjing, og Almannaverkið hevur fólk upp í 66 ár, sum hava brúk fyri endurvenjing eftir sjúku ella skaða. Bjørn Kalsø spurdi, hvussu nógv fyrsta umfar í aðalstjórasetanartilgongdini hevur kostað, býtt á uttanhýsis serfrøði, testir, arbeiðsorku hjá setanarbólkinum og annað. Lýsingar hava kostað 9.720 krónur, serfrøði og testir hava kostað 50.000 krónur, fundarhøli til samrøður umleið 9.500 krónur. Til samans 69.220 krónur. Løgmansskrivstovan boðaði 3. juni frá, at starvið skuldi lýsast leyst av nýggjum, men enn er støða ikki tikin til um starvslýsingin skal broytast. Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri, segði við útvarpið fyrr í vikuni, at enn er ógreitt, nær starvið verður lýst leyst aftur, og um tað verður lýst leyst áðrenn summafrítíðina. Asta Hansen, MSc. í politiskum samskifti, var gestur í Degi og Viku. Hon heldur, at valstríðið upp undir fólkaatkvøðuna í Bretlandi hevur mint ikki sørt um valstríðið upp undir amerikanska forsetavalið. Sambært Uttanríkis og vinnumálaráðnum fara Ray Mabus, flotamálaráðharri, og landsstýrið at umrøða viðurskifti og áhugamál í Arktis. Danska kringvarpið ger nú eina dokumentarsending um viðurkenda og slóðbrótandi læknan, Peter Ludwig Panum, sum var í Føroyjm og kannaði meslingafarsóttina í 1846. 16.141.241 atkvøddu fyri at verða verðandi. Tað svarar til, at 51.9 prosent hava atkvøtt fyri at fara úr ES, 48,1 prosent hava atkvøtt fyri at verða verðandi. Í London, Skotlandi og Norðurírlandi er meiriluti fyri at verða verandi í ES, men í Wales og ensku sýslunum hava tey atkvøtt fyri at fara úr ES. Bretski forsætisráðharrin, David Cameron, skuldi upprunaliga koma við einari útsøgn nú klokkan 8, men tað er útsett til klokkan 8 15. David Cameron, bretski forsætisráðharrin, leggur frá sær. Tað ger hann í seinasta lagi í oktober, tá konservativi flokkurin aftur hevur aðalfund. Tað kunngjørdi David Cameron á beinleiðis sjónvarpaðum tíðindafundi, nú tað er greitt, at landið við fimtstørsta búskapinum í heiminum fer úr ES. Eg fari at gera alt, eg eri mentur, at stabilisera støðuna, men eg eri ikki tann rætti at standa á odda, segði David Cameron millum annað á tíðindafundinum uttanfyri Downing Street 10. 51,9 prosent av bretum atkvøddu á fólkaatkvøðuni í gjár fyri at Bretland skal fara úr ES. 48,1 prosent atkvøddu fyri at verða verandi í Evropasamveldinum. Talan er ikki um oljudálking, men um eitthvørt lívrunnið evni, kanska lýsi. Fólk frá sløkkiliðinum í Havn, Umhvørvisstovuni og ein fuglafrøðingur hava verið á Tinganesi Nesið er avbyrgt fyri at geva dálkaða fuglinum frið at koma fyri seg. Hvussu leingi, Tinganes verður avbyrgt, er ikki avgjørt enn, upplýsir politiið. Pundið og bankapartabrøvini vóru í fríum falli, tá partabrævamarknaðurin læt upp í morgun eftir úrslitið av bretsku fólkaatkvøðuni. Pundið og bankapartabrøv eru tætt knýtt at útlitunum fyri búskapin. Tí valdar óvissa um bretska búskapin í løtuni, sigur Bjarni í Liða, ið starvast hjá Lloyds Bank í London. Skansastova í Havn er hertikin av gentum hesa vikuna. Tær smíða rokktónleik, sum skal frumframførast sunnudagin í Norðurlandahúsinum. Venjingin er partur av eini altjóða rørslu, sum snýr seg um at fáa gentur at rokka. Jósef Zachariassen, sum var við í Stella Polaris tónleikakappingini í 2014, hevur klaverkonsert. Jósef lesur nú tónleik á konservatorinum í Stavanger í Noregi. Á skránni er nýggjur, spennandi tónleikur eftir Eli Tausen á Lava, og eldri tónleikur eftir Haydn, Liszt, Shostakovich og Kapustin. Her eru nakrar myndir frá gongutúrinum saman við nólsoyinginum Jógvani Thomsen av Borðuni til Nólsoyar. Jógvan Thomsen eigur hesar myndir Hósdagin legði Kappingareftirlitið eina frágreiðing á heimasíðuna, kapping.fo, sum vísir aftur atfinningunum hjá oljufeløgunum um, at tey hava samanborið tøl, sum ikki kunnu samanberast. Vit vaksa øll upp við ævintýrunum um kongssonin, sum bjargar kongsdóttrini og tey liva saman, til deyðin ger skilna teirra millum. Tað sigur Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum. Tað fer at taka nøkur ár, áðrenn man við vissu kann siga, hvussu hetta ávirkar handilsviðurskiftini í longdini. Hóast tætt hevur verið millum ja og nei í øllum veljarakanningunum undan ES fólkaatkvøðuni í Bretlandi, so kemur úrslitið sera óvart á Evropeiska Samveldið. Uppgávan hjá ES tykist nú vera at binda um heilan fingur og forða fyri, at onnur lond fara aftaná Bretlandi úr ES. Samstundis setir avgerðin ferð á eina sjálvrannsakan í einum broyttum samveldi. Tað sigur Kate Sanderson, føroysk sendikvinna í Brússel. Fyrr í ár lótu Lena og Niclas sína fimtu útgávu, Eagle in the Sky , úr hondum, og tað var tískil eitt gott høvi at seta seg saman við Lenu og Niclas og práta eitt sindur um teirra yrkisleið og teirra nýggju útgávu. 1. apríl skuldu tey hava eina konsert í nýggja spælistaðnum í Miðvági, sum er í gamla møtisalinum, Salem, miðskeiðis í bygdini. Tí varð avrátt at gera samrøðuna í bilinum á veg til Salem. Eftir býráðsfundin í Havn fyri viku síðani var annars greitt, at eingin framhaldsdeild verður í Sankta Frans skúla eftir summarfrítíðina. Tí hevur foreldrabólkurin biðið um fund við Heðin Mortensen, borgarstjóra, um málið. Tóra Petersen í foreldrabólkinum sigur, at tey hava biðið um fundin fyri at fáa greiðu á fleiri viðurskiftum, sum tey halda vera ógreið og standa ósvarað eftir býráðsfundin fyri viku síðani. Foreldrabólkurin vil millum annað hava at vita, hvat uppskotið, sum býráðið samtykti, ítøkiliga merkir. Býráðið samtykti at seta ein arbeiðsbólk at gera tilmæli um framtíðar miðbýarskúla í Havn. Arbeiðsbólkurin skal fyri 30. november í ár lata skúlastýrunum í Havn tilmæli, og í seinasta lagi 1. mars næsta ár skal tilmælið latast býráðnum. Foreldrabólkurin vil eisini hava at vita, hví uppskotið hjá Jógvani Arge úr Tjóðveldi, sum er í andstøðu í býráðnum, onga viðgerð fekk og heldur ikki kom til atkvøðugreiðslu. Jógvan Arge skeyt upp, at fara undir royndarverkætlan við framhaldsdeild í Sankta Frans skúla sum skjótast, men tá uppskotið hjá meirilutanum varð samtykt við átta atkvøðum fyri og ongari ímóti, varð ikki atkvøtt um uppskotið hjá Jógvani Arge. Foreldrabólkurin í Sankta Frans skúla hevur einki frætt frá Heðini Mortensen, borgarstjóra, ella býráðnum í Havn. Tí er framvegis ógreitt, nær ella um fundurin millum foreldrabólkin og borgarstjóran og býráðið verður. Næstan 150.000 fólk hava skrivað undir eina áheitan á tjóðartingið, um at umrøða fólkaatkvøðuna av nýggjum. Tey eru ikki nøgd við úrslitið. Ein regla sigur, at fólk kunnu biðja um eina nýggja fólkaatkvøðu, um ikki minst 60 prosent av veljarunum atkvøða fyri ella ímóti á eini fólkaatkvøðu, og valluttøkan er minni enn 75 prosent. Á fólkaatkvøðuni hósdagin vóru 51,9 prosent fyri, at Bretland skal úr ES, meðan 48,1 prosent atkvøddu fyri limaskapi í Evropasamveldinum. Valluttøkan var 72 prosent. Reglan er eisini, at um 100.000 fólk biðja um nýggja fólkaatkvøðu, so má tjóðartingið umrøða áheitanina. Higartil hava yvir 144.000 fólk skriva undir áheitanina um nýggja fólkaatkvøðu, og alla tíðina leggjast fleiri aftrat. Tí má tjóðartingið umrøða málið. Blaðið The Independent skrivar kortini, at tað er lítið sannlíkt, at tjóðartingið fer at samtykkja at nýggj fólkaatkvøða skal vera um bretska limaskapin í ES. Aksel V. Johannesen, løgmaður, Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, Herálvur Joensen, stjóri í Reiðarafelagnum, og Sverri Justinussen, búskaparfrøðingur, gera viðmerkingar til úrslitið av fólkaatkvøðuni í Bretlandi. Tað fer at broyta samráðingarnar um uppsjóvarfisk í norðurhøvum munandi, at Bretland fer úr ES, tí nú kann Bretland gerast strandarland. Tað sigur amerikanski flotamálaráðharrin, Ray Maybus, sum er á vitjan í Føroyum. Hann hitti løgmann og landsstýrismannin í uttanríkis og vinnumálum í dag. Forsetaval er fjórða hvørt ár í juni, og seinasta forsetaskifti var fyri 20 árum síðani, tá Ólafur Ragnar Grímsson varð valdur. Hann stillar ikki upp aftur hesaferð. Í leiðaranum í blaðnum The Telegraph, sum áðrenn fólkaatkvøðuna hevði heitt á sínar lesarar um at atkvøða fyri at melda seg úr felagsskapinum, stendur millum annað, at nú er tíð til optimismu og eina nýggja byrjan. Eisini The Daily Mail fegnast um úrslitið. Blaðið lýsir sigurin til ES mótstøðufólkini sum uppreisturin hjá friðarligu fólkunum mótvegis einum hástórari politiskari stætt, sum ikki hevði samband við veljaran, og einari vanvirðiligari elitu í Brúsell. Plássið hjá Stórabretlandi í heiminum má nú hugsast av nýggjum, stendur í leiðaranum í The Guardian, sum metir, at framtíðin hjá Stóra Bretlandi er álvarsom og møguliga vandamikil. Í trimum av seinastu fýra árunum er bruttotjóðarúrtøkan hjá Finnlandi fallin, og stovnurin BMI.research, sigur seg rokna við, at búskaparvøksturin bert verður 0,9 prosentstig tey næstu tíggju árini. Orsøkin til vánaligu gongdina í Finnlandi er at finna í gongdini hjá pappírsídnaðinum, kreppuni hjá fyritøkuni Nokia og fíggjarligu trupulleikarnir í Russlandi. Um Finnland ikki var við í samstarvinum um evruna, men framvegis hevði markin sum gjaldoyra, so hevði hann verið fallin nógv í virði. Grikkaland livdi yvir evni undan fíggjarkreppuni í 2008 við stórum lønarhækkingum og lántøku. Tá kreppan rakti, flýddu íleggjararnir. Og tað gjørdi, at Grikkaland ikki megnaði at fíggja stóra almenna hallið. Finnland er hótt, men finnar hava longu tikið týðandi stig fyri at minka um hallið, og tí kemur Finland neyvan í somu støðu sum Grikkaland, hóast landið verður millum tey við vánaligastu búskapargongdini í ES, siga serfrøðingarnir. Kunnað varð um fiskastovnarnar undir Føroyum, hvussu teir eru fyri, hvønn týdning teir hava fyri Føroyar, og hvørji útlitini fyri stovnarnar eru. Toska og hýsustovnurin eru framvegis so illa fyri, at allir óbrúktir fiskidagar eiga fyrst at fara úr skipanini, og síðani skulu fiskidagarnir í bólki 3, 4 og 5 tað eru línuskip, smáir trolarar og útróðrarbátar bara vera helvtina av fiskidøgunum, sum vórðu brúktir í fiskiárinum 2014 og 2015, sigur Havstovan. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, skal nú gera uppskot um fiskidagar næsta fiskiár, og uppskotið verður lagt fyri tingið í ólavsøku. Týski uttanríkisráðharrin, Frank Walter Steinmeirer, hevur boðið sínum starvsfeløgum í Fraklandi, Hollandi, Italia, Belgia og Luxemburg á fund at tosa um íkomnu støðuna, nú bretar ætlar sær úr samveldinum. Mánadagin hittast týski kanslarin Angela Merkel og franski forsetin Hollande við italska forsætisráðharran Matteo Renzi og ES forsetan Donald Tusk, at tosa um møguligar broytingar í samveldinum, nú Bretland tekur seg úr tí. Men longu dagin eftir noyðist bretski forsætisráðharrin at bíða uttanfyri fundarhølini, tá umboð fyri hini 27 londini tingast víðari um, hvat skal henda við samveldinum. Vit eru vorðin samd um at samráðast við ES myndugleikar og ES limalondini beinanvegin um møguleikarnar fyri at verja skotsku støðuni í ES, segði Nicola Sturgeon eftir fundin. Kreppufundurin kom í lag, eftir at meirilutin av bretum atkvøddi fyri at melda seg úr evropasamveldinum, hóast næstan tveir triðingar av skotum atkvøddu fyri at varðveita limaskapin. Skotski forsætisráðharrin sigur, at skotska sjálvstýrið nú er byrjað at fyrireika eina nýggja fólkaatkvøðu um at loysa frá restini av Bretlandi. Mentorskipanir eru púra vanligar á hægri lærustovnum uttanlands. Tørvur er á slíkari skipan á Fróðskaparsetrinum, heldur ráð teirra lesandi. Tað eru lesandi, sum hava lisið á Fróðskaparsetrinum í eina tíð, sum kunnu gerast mentorar. Og áhugin tykist at vera rímiliga stórur. Arbeiðsgevarafelagnum hóvar ikki, at landsstýrið ætlar, at endurstovnaði Landsbankin eisini skal vera fíggingarstovnur hjá landi, kommunum og almennum grunnum. Hetta fer at skeiklað kappingina millum tað privata og almenna, heldur arbeiðsgevarafelagið. Í hoyringarsvarinum til uppskotið um at endurstovna Landsbankan, sigur arbeiðsgevarafelagið, stórur vandi er fyri, at kappingin millum alment og privat kann vera skeiklað, tá landið í veruleikanum nýtir sínar ognir og peningastreym sum trygd fyri at fáa eina betri rentu til eina kommunu ella ein grunn. Um rentan varð ásett út frá einari kredittmeting av einari ávísari kommunu ella grunni, átti rentan kanska í veruleikanum at verið hægri, sigur arbeiðsgevarafelagið. Arbeiðsgevarafelagið heldur eisini, at spurningur kann setast við óheftni hjá Landsbankanum, tá sami stovnur, sum skal gera váðagreiningar av fíggjarsektorinum samstundis er ein av stóru aktørunum á marknaðinum, sum kappast við privatu fíggjarstovnarnar. Guðni Thorlacius Jóhannesson vann forsetavalið í gjár við greiðum meiriluta. Men tá tølini frá teimum fyrstu valstøðunum vóru komin, tóktiskt tað, sum tað fór at verða eitt sera spennandi forsetaval, tí tað var ógvuliga stutt millum Guðni Jóhannesson og Hallu Thomasdóttir. Men sum frá leið, gjørdist størri munur. Guðni Thorlacius Jóhannesson vann við 38,9 prosent av atkvøðunum, meðan Halla Thómasdóttir fekk 28,2 prosent.Níggju fólk stillaðu upp til forsetavalið í Íslandi. Fyrrverandi forsætisráðharrin, Davíð Oddson, fekk 13,2 prosent av atkvøðunum. 174.592 íslendingar greiddu atkvøðu á forsetavalinum. Í síni fyrstu røðu sum forseti takkaði Guðni fyri stuðulin og segði seg vilja arbeiða fyri at savna tjóðina og fólkið aftur, sum tey hava uppiborið. Tað eru 20 ár síðani seinasta forsetaskiftið í Íslandi. Ólafur Ragnar Grímsson sat fimm forsetaskeið. Nýggi íslendski forsetin fyllir 48 ár í dag og er søgufrøðingur. Hann hevur ongantíð arbeitt í politikki fyrr. Aðrir bardagar vóru eisini og einaferð í nátt varð løgreglan boðsend til eini privathús, tí pápi og sonur vóru farnir til hendurs. Avhoyringar eru í løtuni í tí málinum. Tað vóru eisini fleiri, sum hildu tað vera skilagott at klintra upp á ymsar tekjur í býnum og sita har og lurta eftir tónleikinum. Seks mans vóru farnir upp á takið á Sirkus, tveir mans vóru uppi á tinghústakinum, og ein maður var farin so høgt upp sum upp á takið á Hotel Tórshavn. Fleiri hava eftir øllum at døma øtast við og lagt myndir á Facebook av manninum uppi á tekjuni. Maðurin á tekjuni á Hotel Tórshavn, tók eina selfie, áðrenn hann kom niður aftur. Klaksvíkar kommuna bjóðar nú borgarum í Norðoyggjum ein betri og skjótari hátt at avgreiða nøkur av sínum viðurskiftum við kommunulæknan. Ein nýggjur viðtaluportalur er gjørdur, sum hevur fingið eitt vakurt heiti. Óluvá Klettskarð, forkvinna í trivnaðarnevndini hjá Klaksvíkar kommunu, og borgarstjórin í Klaksvik, Jógvan Skorheim, tendraðu skipanina hósdagin. Einki antibiotika ella leivdir av evnum móti laksalús eru ávíst. Tungmálmur og lívrunnin eiturevni eru langt undir ásetta vandamarkinum. Sýni kannað fyri tungmálm vístu lág virði fyri kyksilvur, kadmium og blýggj. Nøgdin av lívrunnum evnum, so sum PCB og dioksin, var eisini lítil í øllum sýnum. Í fjør vórðu kannað 576 sýni. Ætlanin er at kanna 600 sýni í ár. Føroyar bundu seg í 2001 til at kanna alilaks eftir einum rundskrivi hjá ES. Tað vísa tøl hjá Hagstovu Føroya. Men hýsan er seld fyri góða hálva triðju millión minni í ár. Virðið er átta prosent minni enn í fjør. Sambært tølunum hjá Hagstovu Føroya var miðalprísurin til 1. juni í fjør 17,00 krónur fyri hýsuna. Í ár er hann bara 13,60 krónur fyri kilo. Tonsatalið er trý prosent minni í ár, og tað er virðið eisini. Upsaveiðan er 14 prosent størri higartil í ár enn í fjør. Men virðið er ikki vaksið líka nógv, tað er sjey prosent størri enn í fjør. Danska fíggjarmálaráðið hevur gjørt lógaruppskot um heildarveitingina til Føroya árini 2016 2019. Sambært uppskotinum verður blokkurin 641,8 milliónir krónur um árið hesi fýra árini. Undanfarna samgonga fekk heildarveitingina prístalsviðgjørda. Í farna samgonguskeiði hækkaði hon úr 615,5 milliónum krónum upp í 641,8 milliónir krónur. Í apríl skrivaðu Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, og Claus Hjort Frederiksen, ráðharri, undir avtalu um at frysta blokkin. Landstýrið hevur eisini tryggjað sær, at til ber at minka blokkin hetta til 2019. Hetta er tíðin, tá vit síggja fullar og glaðar pisur á gøtuni, og hesar pisurnar hugsa ikki bara um øl og timburmenninar sum fylgja við. Eitt sum eisini fyllir nógv, er tankin um, hvat ein skal gera aftaná summarferiuna. Út at fjakka klich túrin til Suðureysturasia ella Afrika í einar tríggjar mánaðir, arbeiða í Bónus ella at fara beinleiðis á fara universtitet. Meðan formaðurin í ES nevndini, Jean Claude Juncker, og týski uttanríkisráðharrin, Frank Walter Steinmeier, hava kravt, at farið verður undir samráðingar alt fyri eitt, so mælir týski samveldiskanslarin, Angela Merkel, til at sissa seg. Samstundis tykist semja vera um, at órógvið í Bretlandi er so stórt eftir fólkaatkvøðuna, at Bretland ikki er ført fyri at fara undir tilgongdina, so landið kann fara úr ES. Støðan í Bretlandi er so ógreið, at landið má fóta sær aftur, áðrenn tilgongdin um at fara úr samveldinum kann byrja, sigur ein kelda í Brússel. David Cameron skal hitta hinar leiðararnar í ES í morgin, men hann fer ikki at biðja um at samráðingarnar um at Bretland skal fara úr ES, siga keldurnar í Brússel. Cameron fer kortini at kunna hinar stjórnarleiðararnar um bretsku fólkaatkvøðuna. Hini ES londini stúra fyri, at tað kann taka langa tíð, áðrenn Bretland biður um samráðingar við ES. Í dag skal forsetin í ES, Donald Tusk, hitta franska forsetan í París. teir fara síðani til Berlin, har fundur verður við Angelu Merkel Amerikanski uttanríkisráðharrin kemur eisini til Berlin, har hann skal hitta uttanríkisráðharran hjá ES, Federicu Mogherini. Í morgin hittast allir teir 28 stjórnarleiðararnir í Brússel. Mikudagin hittast teir 27 stjórnarleiðararnir aftur í Brússel, at umrøða bretsku avgerðina. Líkt er til, at Bretland ikki fyrr enn næsta ár fer at biðja um at sleppa úr ES. Tá samráðingarnar kunnu taka tvey ár, fer landið ikki burturúr fyrr enn í 2019. Tað er bert Bretland sjálvt, sum kann biðja um at sleppa úr samveldinum. Men á fundinum mikudagin fara teir 27 stjórnarleiðararnir at umrøða støðuna, og tá fæst at vita, um hini londini eru sinnað at bíða eftir Bretlandi í so langa tíð. Fleiri av teimum í Bretlandi, sum taka undir við at Bretland fer burturúr ES, teirra millum, løgmálaráðharrin, Michael Gove, hava sagt, at bretar ikki hava fyri neyðini at skunda sær. Rættast er, at hava óformellar samráðingar, áðrenn veruligu samráðingarnar byrja. Hini ES londini ætla kortini ikki at bíða, og ES hevur longu tilnevnt belgiska diplomatin, Didioer Seeuws, at standa á odda fyri samráðingunum við Bretland. Talsmaðurin í týska samveldiskanslaranum, Peter Altmaier, sigur, at Angela Merkel biður bretsku politikararnar umhugsa støðuna av nýggjum, og at eingin orsøk er til at leypa framav. Í Bretlandi er ivin stórur. Tá David Cameron leggur frá sær í heyst, og Boris Johnson tekur við sum forsætisráðharri, verður tað hann, sum skal fara undir tilgongdina at taka Bretland úr ES. Hann hevur longu sagt, at tað ongan skund hevur. Tí tað er lættari sagt enn gjørt. Roknast kann við, at Skotland fer úr bretska samveldinum og ófriður fer at kykna aftur í Norðurírlandi, tí tey bæði londini vilja verða verandi í ES. Jógvan í Dímun og Bjarni Rasmussen umboðaðu Framsøkin Ung, og Birgit Sivertsen og Eyðstein Zachariassen umboðaðu Ungt Sjálvstýri í spurnarkappingi hesa vikuna. Trappan var nakað skitin. Tá fólk ikki hava eitt ruskílat beint vid hondina, liggur ruskið og flýtur. Hvat við at brúka DropBucket ruskspannirnar hja føroyska íverksetaranum, Heiðu Gunnarsdóttir Nolsøe Summar ruskspannir stóðu tómar, men tað fleyt við ruski allastaðni rundanum. Hví tað Pissiumstøðurnar hja monnunum vóru frálíkar. Nógv betri enn at pissa á eitt træ, ein bil ella vegg. Vesini voru sera væl upplyst. Áðrenn festivalurin byrjaði, lógu myndir av toiletbannaranum á facebooksíðuni hjá Voxbotn. Tað er super. Vesivognar eru ikki fyrsta floks vesi, men teir vóru ikki tiptir og heilt reinir. Har kundu verið einnýtisserviettar til at reinsa sær hendurnar aftaná. Men hinvegin, alternativið var at stilla seg í longu køina á Hvonn ella Umami. Atlantic lendi rættstundis, men tað gjørdu Sivas og Kesi ikki. Hesa ferð spiltu hvørki mjørki í Vágum ella manglandi airbussar, ið eru tiknir úr rutu, spælið. Flogfarið úr Fraklandi var seinkað, so teir ikki sluppu víðari. Í teirra stað kom nýklakta pisan, Signar í Homrum. Hann var ókey, men heldur ikki meira enn tað. Reyði krossur gott Samarittarnir i reyðu, eyðkendu draktunum hjálptu teimum illa komnu upp á beinini. Rós til teirra Trappan var sku fantastisk. Folk sótu har alla tíðina, og av tí sama bleiv ikki so bertrongt allastaðni. Hon var eisini góð, tá mann skuldi bukka sær beinini. Kærleikin blómaði eisini millum nógv fríggjandi pør lt 3 Nogvar barrir á fáum kvadratmetrum gott Fleiri uttandura barrir vóru í næstan hvørjum heraðshorni umframt á vanligu skeinkistøðunum. Av tí sama var tað lætt, skjótt og høgligt at keypa sær eina øl. Tey góðu nøvnini vóru alt ov tíðliga, Punjab, Týr, Marius og Kári P. Vit vilja nógv heldur hoyra tey enn onkran danskan rappara av Vesterbro. Høvuðsnøvnini vóru ikki nóg góð heldur. Tað er týðiligt, at mann vil hava fólk tíðliga oman í býin. Og nógv vóru tíðliga í býnum, men fleiri harmir festivalgestir vóru ikki nóg tíðliga. Tað er nú ein sannroynd, at føroyingar fara seint í býin. Tað átti fyriskiparin, Rúni Djurhuus, eisini at vita, tí hann stillaði upp til býráðsvalið í 2012 við slagorðinum null seks. Hvonn hevði ikki einkarrættin Matúrvalið var fjølbroytt og kvaliteturin tað betri. Ein ógvuliga sjarmerandi básur var Matsmiðjan hjá Ruben, ið millum annað seldi føroyska lambapylsu, hvonnsjuss og fiskasuppu fra Birgiri Enni. Haraftrat stóðu DropBucket ruskspanninar við henda básin. Pundið lækkaði í morgun til tað minsta mótvegis amerikanska dollaranum í 30 ár, samstundis sum íleggjarar selja síni partabrøv bíliga í Asia. Fríggjadagin fall pundið niður í 1,32 dollarar, og tað er tað lægsta síðani í 1985. Pundið fellur aftur í dag og er nú komið niður á 1,33 dollarar, skrivar DR. Fólk skilja ikki rættiliga, hvat fer at henda, nú Bretland fer úr ES, og eingin tykist vita, hvat avleiðingin verður, sigur Steven Barrow í felagnum Standard Bang Group. Vónbrotið var stórt hjá argentinsku viðhaldsfólkunum, men tað er upp aftur størri í dag, nú størsta fótbóltsstjørnan í heiminum, Lionel Messi, hevur kunngjørt at hann gevst við at spæla fyri Argentina. Eg gevist nú á landsliðnum, tað er mín avgerð. Eg kenni stóra sorg, tað var hart at brenna hatta brotssparkið, sigur Messi við Reuters. Tað er torført at greiða frá hesum, men tá eg kom inn í skiftirúmið hugsaði eg, at nú er tað yvirstaðið. Tað er bara ikki meiningin, at eg skal vinna nakað við landsliðnum. Føroya rættur hevur víst sakarmálinum um garnaskipið Anitu frá sær, tí einki umboð fyri reiðaríið møtti á fyrireikandi rættarfundinum, sum var hósdagin. Nú er næstan eitt ár síðani, rætturin bað felagið koma við einum fyribils endurgjaldskravi, men einki krav er komið. Og advokaturin hjá partafelagnum, Seta, gav skarvin yvir í mai. Tá einki umboð møtti á rættarfundinum hósdagin, gjørdi rætturin av at vísa málinum frá sær. Tað var Kaj Leo Holm Johannesen, táverandi løgmaður, sum tók øll fiskirættindi frá skipinum til 31. august í ár. Tá boðaði reiðaríið frá endurgjaldskravi, men tað verður nú av ongum. Málið um Anitu verður umrøtt í landsstýrisumsitingini, men hvat úrslitið av tí verður, er ikki greitt enn. 8000 fólk ganga gjøgnum lundalandið og út í Mykineshólm hvørt ár. Tað má avmarkast, sigur borgarstjórin í Sørvágs kommunu, Suni Jacobsen. Frá næsta sumri at rokna ber ikki til at fara í Mykineshólm uttan góðkendan ferðaleiðara. Og øll ferðandi skulu gjalda fyri at fara í hólmin. Eg havi gingið øll 340 fjøllini í Føroyum, og eg var sera spentur at koma til øll tey penu støðini í Føroyum aftur við dronuni og gera upptøkur. Tað sigur Petur M. Solmunde, sum seinasta hálva árið ella so regluliga hevur lagt dronuupptøkur av føroysku fjøllunum á Facebook og YouTube. Tá hann seinasta hósdag gjørdi nýggjar upptøkur í fjøllunum í Klaksvík, gekst tó ikki heilt sum ætlað. Ternur gjørdu seg inn á dronuna, ið datt niður. Sum tað sæst í upptøkuni omanfyri, datt dronan niður eftir, at ternur høvdu gjørt seg inn á dronuna, ið helst var ov tætt við eitt ternubøli, har einar 20 ternur reiðrast. Ternan, sum í upptøkuni sæst gera seg inn á dronuna við upptøkutólinum, slapp heldur ikki óskalað frá hendingini. Ternan doyði, sigur Petur M. Solmunde. Petur M. Solmunde var staddur á Hálgafelli í Klaksvík frámerkt á kortinum seinasta hósdag, tá ternur gjørdu av við eina dronu, sum hann teir síðstu mánaðirnar hevur gjørt upptøkur við. Dronan, hann brúkti til upptøkuna, fór í knús og kann ikki brúkast aftur. Ein sovorðin drona, sum Petur M. Solmunde hevur brúkt, kostar umleið 6.000 krónur. Í 2010 var miðalaldurin 29,8 ár, stendur í ársfrágreiðingini hjá Sjóvinnustýrinum fyri 2015. Fiskiflotin ikki bara eldist, hann minkar eisini. Í fjør vóru 122 fiskiskip yvir 20 tons skrásett í Føroyum, fyri 28 árum síðani vóru tey 266. Handilsskipini gerast fleiri og fleiri. Hóast Løgtingið tann 12. apríl samtykti at góðkenna fríhandilssáttmálan við Turkaland, hevur turkiska tjóðartingið ikki góðkent sáttmálan enn, so hann er ikki komin í gildi. Turkaland og Føroyar skrivaðu undir fríhandilssáttmála fyri jól í 2014. Men hann fer ikki at virka, fyrr enn bæði tjóðartingini hava góðkent hann. Vinnuhúsið spurdi 16 fiskaútflytarar, hvar teir helst vilja sleppa framat við sínum vørum. Turkaland er ovast í listanum, síðani koma Brasil, Suðurkorea og Kina. Vit mæla til, at tilgongdin, at velja nýggjan leiðara til Konservativa flokkin, byrjar í næstu viku, og endar í seinasta lagi 2. september. Tað sigur Graham Brady, ein av leiðarunum í konservativa flokkinum í Bretlandi. Flokkurin hevur nú gjørt eina tíðarætlan, skrivar tíðindastovan Ritzau. Valevni hjá flokkinum, ið ætla sær at stilla upp til embætið, skulu í seinasta lagi boða Konservativa flokkinum frá hesum á middegi hósdagin. David Cameron, forsætisráðharri, boðaði fríggjadagin frá, at hann leggur frá sær í kjalarvørrinum á fólkaatkvøðuni, tá bretska fólkið atkvøddi fyri at venda ES bakið. Tað fær stórar avleiðingar fyri fótbóltsfeløgini í bretsku fótbóltskappingini, Premier League, at Bretland fer úr Evropasamveldinum. Í løtuni eru 65 prosent av fótbóltsleikarunum í Premier League ríkisborgarar í londum uttan fyri Bretland, og tað fer enskur fótbóltur at merkja. Helst verða útlendsku leikararnir í Bretlandi færri, halda fleiri. Millum annað verður tað dýrari hja ensku feløgunum at fáa útlenskar spælarar til landið, tí pundið er fallið í virði. Í reglunum stendur, at ein fótbóltsleikari skal hava spælt eitt ávíst tal av landsdystum fyri sítt móðurland, fyri at leikarin kann fáa arbeiðsloyvi í Bretlandi. Tað hevði havt við sær, at leikarar sum Cristiano Ronaldo, Eric Cantona ella N Golo Kante hjá Leicester høvdu ikki høvdu kunnað skift til Premier League, sum teir gjørdu. Í FIFA lógini stendur, at spælarar skulu vera yvir 18 ár fyri, at stórfeløg uttan fyri ES kunnu gera sáttmála við teir. Eru londini limir í ES, kunnu spælararnir vera 16 ára gamlir. Áhugin hjá útlendskum ríkmonnum fyri Premier League feløgum fer eisini at minka, verður hildið, orsakað av Brexit, skrivar TV2 Sport . Einki lán er líka, og tí ber ikki til at siga, hvussu stór sparingin er hjá hvørjum einstøkum. Men at rentan á realkredittlánum lækkar, er so vist sum amen í kirkjuni. Hóast realkredittrentan broytist, er nógv umrødda umsitingargjaldið óbroytt. Hoyr Páll Odd Rubeksen, leiðara á íløgudeildini hjá BankNordik, greiða frá. Fríggjadagin 24. juni varð vinnarin av projektkappingini um nýggja mentanarhúsið í Klaksvík avdúkaður, og tað gjørdist teknistovan hjá Ósbirni Jakobsen. Og í hesari frásøgnini hitta vit Ósbjørn, vit tosa við borgarstjóran í Klaksvík, Jógvan Skorheim, Signhild Johannesen, ið er forkvinna í stýrinum fyri sjálvsognarstovnin, ið skal byggja mentanarhúsið, Rudolf Joensen, sum umboðar Klaksvíkar Sjónleikarfelag, og Archibald Black, sum umboðar Norðoya Listafelag í stýrinum. Eisini hitta vit ein av dómarunum, Edward Fuglø, sum eitt nú sigur okkum grundgevingarnar hjá samdu dómsnevndini fyri at velja uppskotið hjá Ósbirni Jakobsen sum tað besta. Ísland, sum er minsta tjóðin, sum nakrantíð hevur luttikið í einum EM endaspæli, hevur í kvøld syrgt fyri størsta úrslitinum í EM søguni. Dysturin byrjaði væl fyri Ongland, tí tað vóru bara farnir fýra minuttir, tá Hannes Haldórsson gjørdi brotsspark móti Raheem Sterling. Brotssparkið setti Wayne Rooney trygt í málið, og so var Ongland á odda 1 0, og tað líktist eina løtu, at favorittarnir fóru at vinna tryggan sigur. Men tað gingu bara tveir minuttir, so svaraði Ísland aftur. Kári Árnason forlongdi eitt langt innkast, og síðani var Ragnar Sigurðsson klárur og skallaði bóltin í enska málið. Tá átjan minuttir vóru farnir hendi tað næstan óveruliga. Eftir gott íslendskt uppspæl fekk Kolbeinn Sig órsson bóltin við enska brotssteigarmarkið, hann smekkaði til, og enski málverjin, Joe Hart, kláraði ikki at bjarga. Sum áskoðari væntaði ein, at Ongland fór at leggja stórt trýst á Ísland í seinna hálvleiki, men tað kom ongantíð. Íslendsku spælararnir stríddust væl, og tá teir høvdu bóltin spældu teir væl. Um ein ikki visti tað, so hevði ein ikki hugsað um, at tað var ein hin minsta fótbóltstjóðin í Evropa, sum spældi ímóti einari av teimum allarstørstu. Íslendsku spælararnir syrgdu fyri, at Ongland líktist einari smátjóð í altjóða fótbólti. Men nú ivast eingin í, hvat íslendska liðið megnar. Bólkurin skuldi millum annað orða eitt tilmæli um, hvørjar grundleggjandi viðgerðir og tænastur skulu vera í føroyska sjúkrahúsverkinum. Í hesum sambandi skal eisini gerast tilmæli um, hvørjar viðgerðir og tænastur skulu verða á hvørjum sjúkrahúsi, og hvussu tær skulu samskipast millum sjúkrahúsini. Tað verður eisini mælt til ein leist í royndini at fáa læknar til Føroya at arbeiða sambært tíðindaskrivinum, ið er sent miðlunum. Ein brúkarakærunevnd skal viðgera kærur frá brúkarum, sum hava keypt vørur, sum ikki eru í lagi. Tað skrivar Rannvá Ragnarsdóttir, brúkaraumboð, í ársfrágreiðingini frá Brúkaraumboðnum fyri 2015. Sum er hevur brúkarin bara einans møguleika at royna at fáa sín rætt, og hann er at fara í rættin. Men tann møguleikin er bæði drúgvur og dýrur. Brúkaraumboðið mælir eisini til at gera reglur, sum verja tey, sum keypa á netinum, nú nethandilin hevur vundið so nógv upp á seg. Í hinum Norðurlondunum hava brúkarar rætt til at iðra seg um keyp á netinum. Slíkur rættur er ikki í Føroyum. Brúkaraumboðið mælir til at seta í gildi í Føroyum iðranarrætt viðvíkjandi keypi á netinum. Við slíkum rætti kunnu tey, sum hava keypt á netinum, senda seljaranum vøruna aftur og fáa pengarnar aftur. Brúkaraumboðið mælir eisini til at áleggja teimum, sum selja vørur og tænastur á netinum, at geva fullfíggjaðar upplýsingar um prís og treytir. Brúkaraumboðið viðgjørdi 94 mál í fjør, 28 kærur, 34 fyrispurningar, 15 mál, har Brúkaraumboðið varð biðið um at leiðbeina vinnurekandi í marknaðarføring, og 17 onnur mál. Mads Randbøll Wolff á Bornholm hevur gjørt eina greining fyri Búnaðarstovuna. Hann vísir eisini á gongdar leiðir til at menna føroyska landbúnaðin í kappingini við tann útlendska. Mánadagin í næstu viku fer Búnaðarstovan at royna at lýsa kappingarfortreytirnar og umrøða ymsar vakstrarmøguleikar í føroyska landbúnaðinum. Mads Randbøll Wolff leggur fram frágreiðing sína mánadagin, og Høgni Hoydal, landsstýrismaður í landbúnaðarmálum, fer at greiða frá, hvat landsstýrið ætlar við landbúnaðinum. Í samgonguskjalinum stendur, at greið mál skulu setast fyri landbúnaðin, sum skal framleiða meira. Búnaðarstovan fekk pengar í fíggjarlógini 2016 til at greina málini í landsstýrisins landbúnaðarpolitikki. Tað var teksturin á eini mynd, sum ítróttarmiðilin 8facts Sports fagnaði íslendska fótbóltslandsliðnum við á Facebook eftir 2 1 sigurin á Onglandi mánakvøldið Men tað var skeiva liðið, sum 8facts Sports hevur fagnað á Facebook. Myndin, sum miðilin legði á Facebook, var ein gomul mynd av føroyska landsliðnum ikki tí íslendska. Onkur facebook brúkari hevur nú gjørt miðilin, sum virkar á Facebook og YouTube, varugan við, at myndin ikki er av íslendska liðnum, men er ein eldri mynd av liðnum hjá føroyingum. Ein meiningakanning vísir, at hann hevði fingið 39 prosent av atkvøðunum, um val var nú, og tað eru sjey prosentstig minni enn eftir eini meiningakanning í mai. Sama kanning vísir, at Hillary Clinton hevði framgongd, úr 44 prosentum í mai, upp í 51 prosent í kanningini sum nú er almannakunngjørd. So stórur hevur munurin ikki verið síðan í fjør. Kanningin vísir eisini, at tveir av trimum amerikanarum halda ikki, at Donald Trump er førur fyri at standa á odda fyri landinum. Umleið líka nóg siga seg ivast í Trump sum forseta. Fólk eru ikki nøgd við tað sum hann sigur um kvinnur, minnilutar og muslimar. Meiningakanningin vísir eisini á veikleikar hjá Hillary Clinton. Washington Post skrivar, at fólk eru søguliga misnøgd við bæði forsetavalevnini. Helvtin av teimum spurdu siga seg ivast í Hillary Clinton sum forseta. Vaksin komu framvið og hjálptu barninum, sum ongan skaða fekk. Jógvan í Skorini sigur, at kommunan er í hesum føri at meta sum eitt húsarhald. Um eitt húsarhald hevur eitt kríatúr, sum ger seg inn á fólk, verður kríatúrið avtikið. Svanarnir eru avsagdir í samráði við avvarðandi mynduleikar, sigur borgarstjórin á Eiði. Eftirlitið við føroyska loftrúminum er lítið og einki. Tí ber ikki til at siga, um aðrar tjóðir gera seg inn á danska suverenitetin yvir økinum. Tað staðfestir nýggj greining av donsku støðuni í Arktis, sum verjumálaráðið legði fram mánadagin. Greiningin rør framundir, at radarar til hernaðarlig endamál aftur verða settir upp í Føroyum. Hóast sannlíkindini fyri samstarvi og kapping eru størri enn sannlíkindini fyri konfrontatión og konflikt, so er vandi fyri, at trygdarpolitiska støðan í Arktis kann fara skeiva vegin móti eini meiri spentari støðu, politiskt og hernaðarliga. Tað sigur 240 síður drúgva greiningin av støðuni í Arktis, sum danski verjumálaráðharrin legði fram á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn seinnapartin. Frágreiðingin er ein allýsing av øllum virkseminum hjá donsku verjuni í Føroyum og Grønlandi, harav størsti parturin er í Grønlandi. Uppgávurnar, sum seinnu árini eru savnaðar undir felags heitinum Arktisk Kommando , eru nógvar og ymiskar, men ein teirra er tað, sum á donskum nevnist suverænitets h ndhævelse. Danska verjan skal tryggja, at eingin ger seg inn á danskt øki í Grønlandi ella Føroyum, tað veri seg á sjógvi, undir og yvir vatnskorpuni, á landi ella í luftini. Men sambært greiningini knípur við at ansa eftir, um nakar fremmandur fíggindi nú ger seg inn á danska suverenitetin, tí eftirlitið er lítið og einki. Frágreiðingin staðfestir, at einki eftirlit er við loftrúminum yvir Føroyum. Tó so. Eftirlitið við ferðsluni í føroyskum loftrúmi verður lutvíst gjørt úr Íslandi og lutvíst úr Skotlandi. Frágreiðingin staðfestir enntá, at í 2014 millumlendu útlendsk hernaðarlig flogfør í Grønlandi uttan loyvi. Tað var rein tilvild, at danska verjan legði hetta til merkis. Frágreiðingin staðfestir somuleiðis, at fyrr hevði amerikanska hervaldið radarar í Grønlandi, sum høvdu eftirlit við grønlendska loftrúminum. Til fyri fáum árum síðan hevði danska verjan ein radara standandi í Føroyum, sum var partur av eftirlitinum hjá NATO við loftrúminum her um okkara leiðir. Sambært frágreiðingini er sera dýrt at seta nýggjar radarar upp í Grønlandi, og tí er neyvan sannlíkt, at tað verður gjørt. Men í Føroyum er hóskandi at fylgja væl við tørvinum á eftirliti við loftrúminum. Neyðugt er alla tíðina at meta um, hvørt tørvur er á at seta ein hernaðarligan eftirlitisradara upp í Føroyum, staðfestir greiningin hjá danska verjumálaráðnum. Víst verður somuleiðis á møguleikan fyri at seta upp mobila radaran hjá donsku loftverjuni, ið kann brúkast bæði í Føroyum og Grønlandi, bæði í sambandi við venjingar ella í serligum støðum, sum krevja økt eftirlit eitt tíðarskeið. Sum tað triðja kunnu radarar umborð á donskum herskipum hjálpa til við eftirlitinum. Frágreiðingin hevur eisini nøkur orð við á vegnum um suverænitets h ndhævelse undir vatnskorpuni og á landjørðini í grønlendskum og føroyskum øki. Danska verjan hevur lítlan ella ongan møguleika at hava eftirlit við kavbátum, tí hon hevur ikki útgerð til tað. Og á landjørðini er eftirlitið rættiliga lítið. Men, Meðan Grønland er eitt stórt land, so staðfestir frágreiðingin, at Føroyar er eitt somikið lítið land, at møguligir fíggingar neyvan umfatandi ella ofta kunnu gera seg inn á suverenitetin uttan, at fólk leggja merki til tað. Danski verjumálaráðharrin, Peter Christensen, legði greiningina av leiklutinum hjá donsku verjuni í Arktis fram á tíðindafundi á grønlendsku sendistovuni í Keypmannhavn seinnapartin mánadagin. Við á framløguna vóru eisini grønlendski landsstýrismaðurin í uttanríkis og verjumálum, Vittus Kujavkitsokk, og føroyski sendimaðurin í Keypmannahavn, Sigmundur Isfeld. Tað eydnaðist ikki útvarpinum at fáa eina viðmerking frá danska verjumálaráðharranum Peter Christensen, til tíðindasendingina mánakvøldið. Í uppskotinum um nýggja grindakunngerð, sum er sent til hoyringar, er Skálabotnur fyribils góðkendur sum hvalvág. Higartil hava myndugleikarnir ikki viljað givið loyvi til at drepa grind í Skálabotni, tí skitið vatn rann á sjógv har. 23 hvalvágir eru í nýggju kunngerðini og harafturat eru tríggjar, sum fáa fyribils góðkenning. Tær eru millum Flesjar og Hellisenda á Borðoyavík, á sandinum í Skálabotni og á Lygnnesi í Kollafirði. Lina Lundh skrivaði bókina, Pápi Tyngdlyftarin. Lív í Baianstovu týddi úr svenskum. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2011. Evnið er einsemi og happing. Birita Mohr lesur. Lina Lundh skrivaði bókina, Pápi Tyngdlyftarin. Lív í Baianstovu týddi úr svenskum. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2011. Evnið er einsemi og happing. Birita Mohr lesur. Lina Lundh skrivaði bókina, Pápi Tyngdlyftarin. Lív í Baianstovu týddi úr svenskum. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2011. Evnið er einsemi og happing. Birita Mohr lesur. Lina Lundh skrivaði bókina, Pápi Tyngdlyftarin. Lív í Baianstovu týddi úr svenskum. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2011. Evnið er einsemi og happing. Birita Mohr lesur. Lina Lundh skrivaði bókina, Pápi Tyngdlyftarin. Lív í Baianstovu týddi úr svenskum. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2011. Evnið er einsemi og happing. Birita Mohr lesur. Lina Lundh skrivaði bókina, Pápi Tyngdlyftarin. Lív í Baianstovu týddi úr svenskum. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2011. Evnið er einsemi og happing. Birita Mohr lesur. Lina Lundh skrivaði bókina, Pápi Tyngdlyftarin. Lív í Baianstovu týddi úr svenskum. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2011. Evnið er einsemi og happing. Birita Mohr lesur. Lina Lundh skrivaði bókina, Pápi Tyngdlyftarin. Lív í Baianstovu týddi úr svenskum. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2011. Evnið er einsemi og happing. Birita Mohr lesur. Felags leiðsla fyri øll trý sjúkrahúsini, felags starvsfólkadeild, læknaútbúgving á Fróðskaparsetrinum, øll akuttviðgerð á Landssjúkrahúsinum og almennir bíðilistar. Tilmælini eru nógv í menningarætlanini, sum Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, fekk fyrrapartin. Formaðurin í verkætlanarbólkinum, íslendingurin Sveinn Magnússon, serlækni og skrivstovustjóri, er ikki í iva, tá hann verður spurdur, hvat týdningarmesta tilmæli teirra er. Tað verða ikki danir, men føroyingar einsamallir, sum koma at gera av, um radarar til hernaðarlig endamál aftur skulu setast upp í Føroyum Tað sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis og vinnumálum, nú nýggj greining hjá verjumálaráðnum rør framundir, at neyðugt kann verða at seta radarar uppaftur. Nýggja greiningin um donsku støðuna í Arktis er tann seinasta av fleiri, har danir sambært landsstýrinum eru farnir ov langt. Danski verjumálaráðharrin, Peter Christensen, legði greiningina av leiklutinum hjá donsku verjuni í Arktis fram á tíðindafundi á grønlendsku sendistovuni í Keypmannhavn seinnapartin í gjár. Prestar og onnur, sum fáa álagt at búgva í øðrum húsum enn sínum egnu, hava ikki rætt til at fáa rentustuðul til lánini í húsunum, sum tey eiga, tí tey búgva ikki í teimum, vísti Annita á Fríðriksmørk á. Kristina Háfoss svarar, at Prestafelag Føroya hevur nýliga gjørt vart við málið. Landsstýriskvinnan sigur, at hon hevur kunnað Prestafelagið um, at hon heldur hetta er ein óheppin støða. Málið verður viðgjørt í landsstýrinum í komandi tingsetu, sigur Kristina Háfoss. Í svarinum sigur Kristina Háfoss, at rentustuðulin er á leið ein fimtingur av tí, sum eini sethús kosta. Er til dømis talan um eitt annuitetslán, sum verður afturgoldið yvir 30 ár, er rentustuðulin 200.000 kr, um húsini kosta eina millión, og 400.000 krónur , tá húsini kosta tvær milliónir krónur. Men eg haldi, at nú eitt nýtt landslið skal byggjast upp, so er tíðin komin, at eg takki fyri meg, sjálvt um hugurin framvegis er tilstaðar, sigur Malena Josephsen við heimasíðuna hjá FSF. Elsa Birgitta er uppvaksin úti í haganum í Havn, men hevur ikki búð har, síðan hon eftir lokið studentsprógv flutti til Danmarkar at ganga á læraraskúla. Best kenna vit hana helst sum 1. Lærara í Hvalbiar skúla, ella um forkvinnu í lærarafelagnum, og hetta við fakfelagsarbeiði kom heilt náttúrligt, tí tað fylti nógv í hennara barnaheimi. Beate Emilie Lindenskov Samuelsen var fyrsti kvinnuligi journalistur í Føroyum, og hevur arbeitt á Dimmu frá hon byrjaði á arbeiðsmarknaðinum, til hálvt ár áðrenn hon náddi pensjónsaldur. Hon var als ikki til reiðar at gevast tá Dimma fór á heysin, so eftir at hon hevði roynt seg sum heimagangandi pensjónist, legði hon aftur í vaðið. Henning Bøgesvang, sum í dag býr í Søldafirði, ætlaði sær ikki at vera prestur, men jetpilot. Tá hetta ikki bar til, valdi hann sær aðra lívsleið, sum umframt at hava ført hann víða um, eisini førdi hann til Føroya, har hann hevur starvast sum prestur í mong ár. Longsta tíðarskeiðið var hann í Klaksvík, og sjálvt um hann er pensjóneraður, so sæst hann ofta á prædikustólinum kring landið Hevur tú havt ørindi á apotekinum í Klaksvík av og á, er sannlíkt at tú hevur hitt Mariu Olsen har inni, tí hon hevur arbeitt har síðan hon fór úr skúlanum. Nú er hon farin frá við pensjón, men liggur ikki á løtu síðuni tó. Seinasta verkætlanin hon hevur verið við til, var at skipa fyri eldradansi í Klaksvík, har Hallur Joensen spældi undir, og sjálvandi hevur hon enn fleiri ætlanir fyri summarið. At Hans Jørgensen úr Miðvági skuldi gerast lærari og skúlastjóri lá ikki í kortunum, tí hann náddi bæði at vera til skips og at læra á einari skrivstovu í Havn, áðrenn hann fann veg út á læraraskúlan. Afturkomin til Miðvágs hevur Hans roynt eitt sindur av hvørjum. Hann hevur verið lærari, skúlastjóri, politikari, og so sjálvandi eisini kórsangari, alt, tí at hann er so sosialur, sigur hann. Landsstýrið hevur avgjørt at seta ein arbeiðsbólk, ið skal fylgja gongdini og greina, hvørjar avleiðingar úrslitið av fólkaatkvøðuni í Bretlandi um ES limaskap kann fáa fyri Føroyar. Arbeiðsbólkurin verður mannaður við embætisfólki úr Uttanríkis og vinnumálaráðnum, Fiskimálaráðnum, Fíggjarmálaráðnum og sendimanni Føroya í London. Uttanríkis og vinnumálaráðið leiðir og samskipar arbeiðið. Bólkurin er settur ásannandi, at eingin veruliga dugir at siga í løtuni, hvat fer at henda næstu tíðina, og hvørjar avleiðingarnar av Brexit verða her um leiðir. Nógvir ósvaraðir spurningar eru í sambandi til handil, fiskivinnu og onnur øki, skrivar landsstýrið í tíðindaskrivi, sum varð sent út í morgun. Fíggjarmálaráðið festir seg við, at lógararbeiðið fyri Søvn Landsins, sum Mentamálaráðið skuldi gera, steðgaði upp fyri tveimum árum síðani. Tað kann staðfestast, at samanleggingartilgongdin er kollsigld. Meira enn fimm ár eru farin, og enn er ikki talan um ein vælvirkandi stovn. Tað sigur Fíggjarmálaráðið í einum notati um Søvn Landsins, sum Kringvarpið hevur fingið innlit í. Fíggjarmálaráðið sigur seg somuleiðis kunna staðfesta, at Mentamálaráðið hevur ikki gjørt sítt arbeiði, eftir at Søvn Landsins varð skipað sum stovnur, 1. januar 2011. Ítøkiliga verður sipað til lógararbeiðið fyri henda nýggja, samanlagda stovnin, sum Mentamálaráðið skuldi gera, men sum steðgaði av onkrari orsøk í 2014. Snorri Fjallsbak, deildarstjóri í Fíggjarmálaráðnum, sum hevur skrivað notatið, vil ikki útgreina, hvussu ráðið er komið til ta niðurstøðu, at samanleggingartilgongdin í Søvnum Landsins er kollsigld. Hann staðfestir tó, at lógararbeiðið fyri Søvn Landsins er ikki gjørt. Sambært notatinum hjá Fíggjarmálaráðnum tykist greitt, at samstarvstrupulleikar hava verið í samanleggingartilgongdini. Ráðið hevur tó einki gjørt fyri at finna útav, hvør hevur høvuðsábyrgdina av tí. Poul Geert Hansen hevur verið aðalstjóri í Mentamálaráðnum síðani á sumri í 2012. Hann hevur ongar viðmerkingar til niðurstøðuna hjá Fíggjarmálaráðnum um, at samanleggingartilgongdin á Søvnum Landsins er kollsigld. Aðalstjórin sigur seg vera ógegnigan at gera viðmerkingar um tað, nú kærumálið frá starvsfólkunum er flutt úr Mentamálaráðnum yvir í Fíggjarmálaráðið. Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum, vil tó ikki hava sitandi á sær, at fyrisitingin í Mentamálaráðnum ikki hevur gjørt sítt arbeiði. Mentamálaráðið hevur gjørt fleiri lógaruppskot um Søvn Landsins, men eg má tó staðfesta, at lógarfyrireikandi arbeiðið hevur ikki borið á mál, sigur Poul Geert Hansen. Sambært aðalstjóranum var eitt lógaruppskot fyri Søvn Landsins klárt at leggja fyri Løgtingið í tingsetuni, sum byrjaði á ólavsøku í fjør. Men løgtingsvalið steðgaði tí. Spurdur, hvar tað lógaruppskotið bleiv av eftir valið, svarar Poul Geert Hansen, at tað uppskotið varð gjørt til undanfarnu samgongu. Tað var millum annað fyri at ganga ynskinum hjá starvsfólkunum á Søvnum Landsins, sum kærdu sín stóra fyri Mentamálaráðið, á møti. Í avgerðini hjá Fíggjarmálaráðnum liggur eisini, at ongar grundleggjandi broytingar skulu gerast á Søvnum Landsins, meðan eftirmetingin fer fram. Tann støðan kann so aftur ávirka arbeiðið í Mentamálaráðnum, har tey sambært Poul Geert Hansen arbeiða við at laga lógaruppskotið, sum var klárt fyri einum ári síðani, til politisku ynskini hjá sitandi samgongu. Nú verður arbeitt við at býta lógarverkið fyri Søvn Landsins upp í tríggjar partar, ein fyri savnspartin, ein fyri bókasavnspartin og ein fyri skjalasavnspartin. Í Fíggjarmálaráðnum hevur Snorri Fjallsbak ongar viðmerkingar, tá vit spyrja hann um, hvørt staðfestingar um at Mentamálaráðið hevur ikki gjørt sítt arbeiði , og samanleggingar tilgongdin er kollsigld eiga at fáa avleiðingar fyri nakran. Deildarstjórin vísir til eftirmetingina, sum er áveg. Søvn Landsins varð skipað sum stovnur 1. januar 2011. Í samanleggingini eru Landsbókasavnið, Landsskjalasavnið, Náttúrugripasavnið, Fornminnissavnið og Havlívfrøðiliga Royndarstøðin í Kaldbak. Tað er ikki í lagi, at so nógvar kommunur framvegis ikki hava fingið síni kloakkviðurskifti í rætt lag, hóast lógin ásetir, at tað skuldi vera í lagi í 2015. Samstundis má politikarin viðurkenna, at hon sjálv hevur sitið í býráðnum í Vági, har kloakkviðurskiftini hava verið serliga vánalig í fleiri ár. Tey trý sjúkrahúsini skulu framvegis virka, men tey skulu nýtast ymiskt, og tey skulu stýrast undir einari felags sjúkrahúsleiðslu. Teir tora. Teir bjóða seg fram, sigur Uni Arge, fyrrverandi landsliðsleikari, sum eisini hevur verið professionellur fótbóltsleikari í Íslandi. Tað er ein niðurstøða hjá arbeiðsbólkinum, sum Rigmor Dam, landsstýriskvinna, setti í desember í fjør at fyrireika eina framtíðarætlan fyri Fróðskaparsetrið. Arbeiðsbólkurin var liðugur í gjár. Fróðskaparsetrið húsast í tíggju bygningum, og at kalla eingi felagsøki eru til lesandi og starvsfólk. Fróðskaparsetrið hevur 13 bachelorútbúgvingar, seks masterútbúgvingar og fimm hjánámsútbúgvingar. Fleiri útbúgvingar verða fyrireikaðar. Klaksvíkar kommunu nýtist ikki at leita eftir sparingum ella samráðast við byggifyrtøkur um skerjingar, nú triðja útbóðingarumfar í fyrsta byggstigi á Skúlatrøð hevur verið, og tilboðini eru latin upp. Tilboðini upp á arbeiðini eru tríggjar milliónir lægri enn kostnaðarmetingin. Metingin segði 68,8 milliónir krónur. Tilboðini eru 65,8 milliónir. Arbeiðið varð ikki boðið út sum ein heild, men hvørt arbeiði sær tey eru tíggju í tali varð boðið út. Í býráðnum í Klaksvík ivast tey ikki í, at hesin útbjóðingarháttur gjørdi, at tilboðini eru lægri enn kostnaðarmetingin. Lægstu tilboðini eru frá fyritøkum í Klaksvík. Skúlatrøð er størsta bygging, sum Klaksvíkar kommuna er farin undir. Samanborin við eggini hjá skúgvi í Hetlandi er tó meira umhvørviseitur í teimum føroysku. Orsøkin er, at skúgvur í Føroyum livir einamest av øðrum sjófugli. Í Hetlandi livir hann mest av fiski og slógvi frá fiskiskipum. Av tí at skúgvurin í Føroyum er so ovarlaga í føðiketuni, gevur hann góða ábending um, hvussu dálkað okkara umhvørvi er. 36 fólk lógu eftir á og minst 147 vórðu særd týskvøldið, tá tríggir menn søktu at lufthavnini Atat rk, ið er tann størsta floghavnin í Turkalandi. Eftir hendingina varð floghavnin stongd, og flogfør fingu boð um at flúgva til aðrar lufthavnir, samstundis sum allar fráferðir í Atat rk floghavnini vórðu avlýstar. Greinin heldur fram niðanfyri. Enn er ikki greitt, hvør skipaði fyri álopinum. Men turkiski forsætisráðharrin sigur, at tekin eru um, at Islamskur Statur skipaði fyri álopinum. Einki er upplýst um, hvørjir teir tríggir menninir eru, sum framdu álopið týskvøldið. Atat rk floghavnin er tann triðstørsta í Evropa. Bara Heatrow floghavnin í London og Charles de Gaulle floghavnin í Paris eru størri. 60 milliónir fólk ferðast um turkisku floghavnina um árið. Longu mánadagin, tá ovasta talskvinnan hjá ES, Margaritis Schinas, helt tíðindafund fyri fjølmiðlum, tosaði hon bara franskt. Vanliga hevur verið tosað á fronskum og enskum. Men soleiðis verður ikki longur. ES nevndin hevur tikið avgerð um, at enskt ikki verður eitt av høvuðsmálunum longur. Tá tíðindafólk settu spurningar á enskum, fingu tey eisini svar á enskum. Formaðurin í ES nevndini, Jean Claude Juncker, hevur síðani bretsku fólkaatkvøðuna bara tosað á týskum. Og embætismenn siga, at tað hevur hann avrátt, eftir bretsku avgerðina. Kortini fer formaðurin í ES at tosa enskt í serligum førum, millum annað tá hann skal tosa við forsætisráðharran í Slovenia, Robert Fico, tá Slovenia tekur við formansskapinum í samveldinum tann 1. juli. Ovastu leiðararnir í ES hava sett hart ímóti hørðum mótvegis Bretlandi. Og hóast bretar royna at draga tíðina út, so vilja teir hava Bretland úr ES sum skjótast. Fólkaheilsuráðið hevur mangan fingið skotið fyri bógvin, at tey eru irriterandi ella bara tosa ov nógv um tað, sum mann ikki skal gera. Til dømis ikki at eta ov nógv sukur ella roykja, ella at ein má ikki vera lítið aktivur. Men tað eru aðrir mátar, ein skal hugsa um, tá tað ræður seg um at hava góða heilsu. Tí alt snýr seg nevnliga ikki bara um kropsliga heilsu, men eisini sálarliga heilsu. Hetta hevur Fólkaheilsuráðið varpað nógv ljós á seinastu tíðina. Millum annað hevur hetta verið við filmsbrotum, sum nógv hava sæð á Facebook og øðrum sosialum miðlum. Annika Helgadóttir Davidsen, sálarfrøðingur, og Ólavur Jøkladal, samskipari av átakinum Sálarheilsa, práta um týdningin av opinleikanum um sálarheilsu. Umsóknarfreistin til søkja inn á Fróðskaparsetrið er 1. juni. Obligatoriska ivamálið um, hvar ein skal lesa, fyllir helst nógv hjá teimum ungu. Men hvussu er tað at lesa í Føroyum Petur Háberg og Turið Chirstophersen greiða frá sínum upplivingum á Setrinum. Skip úr Føroyum, Noregi, Íslandi og Danmark, sum var við fyri ES, hava kannað sildina í Norðurhavi. Kanningin er grundarlagið undir tilmælinum hjá fiskifrøðingum um heildarkvotuna næsta ár. Tað tilmælið kemur í heyst. Stóri 2004 árgangurin er framvegis tann berandi í sildastovninum, vísir kanningin. Men 2013 var eisini eitt gott ár, tó ikki so gott sum 2004 og 2002. Tað serstaka við Trio Ovis er blandingin av træblásara og messingljóðførum. Við hesari nýggju samanseting ber til at finna fram til nýggj ljóð, og trioin arbeiðir við at finna síni egnu livandi ljómaløg. Áhoyrarin kann tí vænta at fáa eina heilt øðrvísi uppliving. Trio Ovis byrjaði á Jyska Musikkonservatoriinum í Aarhus, tá íð tríggir tónleikarar vildu finna nýggjar leiðir í tí klassiska kamartónleikinum. Trio Ovis er mannað við Kristina Thede Johansen, Hoyvík, saksofon, Mariu Wang Reinert, Kaldbak, trombon og Sofie Brems Sørensen, Viborg, trompet. Meginparturin av Trio Ovis er úr Føroyum Kristina og Maria , og er tað tí einki løgið, at trioin hevur fingið navnið Trio Ovis. Ovis er latín og merkir seyður. Í fjør varð Trio Ovis boðin at spæla áSummartónum 2016, og har hava tær tríggjar konsertir. Í sambandi við at Summartónar hava 25 ára hald í ár, varð avgjørt, at allar konsertir skuldu vera við føroyskum tónleiki. Til hesar konsertirnar hava tær fingið fýra tónaskøld at skriva nýggj stykki, og trý at útseta eldri verk hjá teimum til samansetingina. Verk hjá Arnold Ludvig, Heðin Ziska Davidsen, Kim Kristensen og Sámal Jákup Jakobsen verða spæld fyrstu ferð. Harafturat verða útsetingarnar av verkum hjá Atla K. Petersen, Kára Bæk og Kristian Blak spæld fyrstu ferð. Á kirkjukonsertunum er skráin ein onnur. Trio Ovis leggur dent á at spæla norðurlenskan tónleik. Skráin fevnir millum annað um verk hjá hjá Edvard Grieg, Carl Nielsen, H.J. Højgaard, O. Waagstein og Elini Brimheim Heinesen. Á skrivstovuni hjá Martini Kúrberg hongur plakat, og á henni stendur Sometimes You Need To Look At Life From A Different Perspective. Plakatin hevur serstakan týdning fyri Martin Kúrberg, tí hon umboðar tað, at tú mást tora at standa einsamallur, um tú vilt hjálpa menniskjum. Tey sum bjóða seg fram at selja hitapumpur, eiga samstundis at kunna veita trygd fyri, at hitapumpurnar vara longur enn tær royndir sum Vestmanna kommuna hevur gjørt. Tað sigur Pauli Trond Petersen, borgarstjóri í Vestmanna kommunu. Vestmanna kommuna gjørdi í 2007 av at keypa sjey hitapumpur, tí dentur varð lagdur á grøna orku. Men hitapumpurnar livdu ikki upp til vónirnar, sigur Pauli T. Petersen, borgarstjóri í Vestmanna. Í morgin, 30. juni, er síðsta freist at lata inn ólóglig skotvápn til løgregluna, uttan at vera revsaður fyri at eiga slík vápn. Tað hjálpti, tá løgreglan í vár heitti á fólk, sum hava ólóglig skotvápn liggjandi, um at avhenda tey til løgregluna. Mánaðarskiftið apríl mai var Tórshavnar Kamarkór í Írlandi og sang á altjóða kendu kórkappingini, The Cork international Choir Festival. 15 serlæknastørv í føroyska sjúkrahúsverkinum eru ómannað. Pengar eru, størv eru, men serlæknarnir eru har ikki Serlæknatrotið í Føroyum er ikki nakað eindømi, sigur Sveinn Magnússon, formaður í bólkinum, sum gjørdi menningarætlanina fyri sjúkrahúsini í Føroyum. Og tað er heldur ikki bara ein spurningur um pengar, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna. Eitt yvirlit hjá hjá Landsapotekaranum yvir HPV koppsetingar vísir, at tað aftur gongur rætta vegin, at fáa allar 12 ára gamlar gentur í Føroyum koppsettar fyri HPV virus, skrivar Dimmalætting á heimasíðu sínari. Gentur fáa tilboð um ókeypis koppseting móti HPV virus um 12 ára aldur. Sambært blaðnum samsvarar talið av skamtum hjá Landsapotekinum væl við talið av gentum, sum vórðu føddar fyri 10 árum síðani. Janus Vang, granskari, hevur leingi ávarað um vandarnar tá gentur ikki verða koppsettar. Hann sigur við Dimmalætting, at hetta eru so rá tøl, at tað er ringt at siga nakað fyri vist, men útfrá hesum sær betur út í ár. Heilt nógv foreldur settust aftur í 2013, tá illgruni tók seg upp um koppsetingarnar kundu elva til ógvuslig hjáárin, nevnt POTS hjá ungum, annars røskum gentum. Men fyrr í mánaðinum varð illgrunin endaliga jarðaður, tá 11 danskir læknar í tíðarritinum fyri læknar millum annað vístu á, at lutfalsliga líka nógvar gentur, sum ikki vóru koppsettar, fingu POTS, sum gentur, ið vóru koppsettar. Læknarnir staðfestu, at einki samband var millum HPV koppingarevni og sjúkueyðkennini hjá gentunum. Mett verður í Danmark, at koppingarevnið hevur bjargað umleið 270 lívum síðan 2009, tá koppingarevnið kom undir barnakoppingaskipanina. Ætlanin er at avgreiða umsóknirnar í hesi vikuni, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri. Nýggi kommunustjórin á Tvøroyri byrjar í starvinum 1. august. Tað skriva fleiri altjóða miðlar. Higartil hevur besta boðið verið, at fyrrverandi borgarstjórin í London, Boris Johnson, verður nýggjur formaður og forsætisráðharri. Men seinastu dagarnar hevur innanríkisráðharrin í Bretlandi, 59 ára gamla, Theresa May tikið seg nógv fram, og nú verður tosað um, at hon tekur við eftir David Cameron. Theresa May hevur verið innanríkisráðharri síðani í 2010, tá David Cameron skipaði sína fyrstu stjórn. 31 prosent av bretum vilja hava hana sum forsætisráðharra, meðan 24 prosent mæla til Boris Johnson. Í eini líknandi meiningakanning í apríl fekk Johnson 36 prosent av atkvøðunum og May 14 prosent. Theresa May hevur ikki boðað frá, um hon ynskir starvið sum forkvinna í konservativa flokkinum, og harvið sessin sum forsætisráðharri. Theresa May er gift, men eigur eingi børn. Nógv nevna hana sum bretsku Angelu Merkel, tí hon er ikki vinfólk við hvønn sum helst, og ger ikki nógv um seg. Roknað verður við, at konservativi flokkurin fer at velja nýggjan formann ella forkvinnu fyrst í september. Tann, sum verður valdur, verður samstundis forsætisráðharri og skal standa á odda fyri samráðingunum við ES, eftir at bretar valdu at fara úr samveldinum. Theresa May var millum tey, sum mæltu bretum til at verða verandi í ES, skriva bretskir miðlar. Mátin at bjóða út ger, at tilboðini eru lægri enn kostnaðarmetingin. Tí ivast borgarstjórin í Klaksvík ikki í. Hvørt arbeiði sær tey eru tíggju í tali varð boðið út í triðja útbóðingarumfari í fyrsta byggistigi á Skúlatrøð. Metingin segði 68,8 milliónir krónur. Tilboðini eru tríggjar milliónir lægri, 65,8 milliónir krónur. Kostnaðarmetingin er ikki ov høg, heldur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík. Lógararbeiðið fyri samanlagda stovnin, Søvn Landsins, ið hevur ligið í dvala, er tikið uppaftur og kemur ætlandi fyri Løgtingið í næstu tingsetu. Tað sigur Rigmor Dam, landsstyriskvinna í mentamálum. Ætlanin, sum varð løgd fram í gjár, er nógv broytt samanborið við tað, sum var uppleggið, áðrenn samanskrivingina, sigur Heri Ellingsgaard, sum eisini er limur í stóra serfrøðingabólkinum, sum hevur gjørt menningarætlanina. Hoyr samrøðuna við Hera Ellingsgaard, stjóra í Klaksvíkar Sjúkrahúsi, sum ein longri samrøða eisini verður við í útvarpstíðindunum klokkan 18. Fjakkaraferðin hevur givið okkum meiri innlit í heimsviðurskiftir, og hvussu aðrar mentaninir eru. Ferðin lærir okkum eisini at vera meiri takksamar fyri gerandisdagin her í Føroyum, her ein sjálvfylgja ikki er ein sjálvfylgja aðrastaðni. Bakkafrost keypir 51 prosent av partabrøvunum frá smápartafelagnum Hjalli fyri 75 milliónir krónur. Bakkafrost átti frammanundan 49 prosent í Faroe Farming. Samstundis letur Bakkafrost tvey aliloyvi innaftur. Tey loyvini eru við Svínáir og í Hovsfirði. Eftir hetta lýkur Bakkafrost framvegis ásetingarnar í alilóggávuni um ikki at eiga meiri enn 50 prosent av aliloyvunum í Føroyum, sigur Bakkafrost í fráboðan. Faroe Farming hevur trý aliloyvi í Suðuroynni, men nú loyvið í Hovsfirði verður latið innaftur, eru tvey loyvi eftir. Nettosølan hjá Faroe Farming í 2015 var 154 milliónir krónur. Vinningurin fyri skatt var 10 milliónir. Við árslok í fjør vóru ognirnar verdar 174 milliónir krónur, og eginognin var 80 milliónir krónur. Í fjør vóru 59 ársverk í Faroe Farming. Í morgin verður Faroe Farming so dótturfelag hjá Bakkafrosti, og á nýggjárinum verða Faroe Farming og Bakkafrost Farming løgd saman. Handilin millum Bakkafrost og Faroe Farming krevur góðkenning frá avvarðandi myndugleikum. Norðurlendsku uttanríkistænasturnar arbeiða saman í Istanbul. Niðurstøðan hjá teimum er, at eingin skaddur norðurlendingur er á sjúkrahúsunum í Istanbul. Danska Uttanríkisráðið fer ikki at herða ferðavegleiðingina til Turkalands. Hon ávarar longu sum er um yvirgangsvanda í Turkalandi. Mett verður tó, at atsóknin týskvøldið ikki var vend móti útlendskum ferðafólki, men móti Turkalandi og turkum sjálvum sum eitt úrslit av herda stríðnum millum Turkaland og ISIL. Uttanríkis og Vinnumálaráðið er í føstum samstarvi við danska Uttanríkisráðið. Føroyska uttanríkistænastan er við í tilbúgvingarbólkinum hjá danska Uttanríkisráðnum. Í gjár segði stjórin á Klaksvíkar sjúkrahúsi, Heri Ellingsgaard, at hann varð stórliga bilsin, tá menningarætlanin fyri føroyska sjúkrahúsverkið varð løgd fram fyrrapartin týsdagin. Ætlanin, sum varð løgd fram á tíðindafundinum í Heilsumálaráðnum, er broytt nógv samanborið við tað, hon var fyri samanskrivingina. Heri Ellingsgaard er í stóra serfrøðingabólkinum, sum var við til at gera menningarætlanina. Eisini politikarar í Norðoyggjum eru misnøgdir og eru farnir at gera vart við seg. Bjørn Kalsø, løgtingsmaður, skrivar, at verður tilmælið fylgt óbroytt, verður tað ein dyggur smeitur fyri Klaksvíkar Sjúkrahús og Norðoyggjar. Tí, sum hann skrivar, leiðslan á Klaksvíkar sjúkrahúsi skal flytast til Havnar á Landssjúkrahúsið, har ein felags leiðsla skal skipast fyri øll trý sjúkrahúsini. Og ongar akuttar viðgerðir av týdningi skulu gerast í Klaksvík. Klaksvíkar sjúkrahús verður tá ikki at rokna sum sjúkrahús longur, skrivar Bjørn Kalsø. Eitt sjúkrahús uttan leiðslu á staðnum og uttan akuttar viðgerðir er ikki sjúkrahús, skrivar Bjørn Kalsø, løgtingsmaður. Annar er viðurkendi rithøvundurin og skribenturin, Carl Jóhan Jensen. Hann er ein maður, sum ikki ræðist at leggja seg út í almenna kjakið, og hann hevur fleiri ferðir fingið sinnið í fólk, millum annað við sínum sera bersøgnu ummælum. Hann eigur tveir tannáringar og býr saman við avstralsku konuni, Kate. Hin maðurin í sendingini er 52 ára gamli Jóhan Davidsen. Hann hevur seinastu 16 árini arbeitt sum ruskmaður í Havn, og hansara dagur byrjar tíðliga á morgni, áðrenn flestu okkara hava fingið eygu. Hann er ógiftur og eigur eingi børn, so aftaná arbeiðstíð dámar honum væl at spasera runt í býnum og práta við fólk. Tað bókliga hevur ongantíð havt hansara stóra áhuga, so aftan á sjey ára skúlagongd var hann glaður at sleppa til arbeiðis. Makrelfiskiskapurin hjá grønlendingum er byrjaður. Eitt skip hjá Arctic Prime Fisheries hevði í gjár fiskað hálvt annað hundrað tons av makreli við Eysturgrønland, skrivar grønlendska kringvarpið, KNR . Kvotan er 85.000 tons í ár. Grønlendsk skip eiga 35.000 tons, útlendsk skip, sum grønlendsk feløg við egnum skipum leiga, eiga 20.000 tons, og feløg, sum ikki eiga skip, fáa 30.000 tons. Myndugleikarnir vóru skjótir at boða frá, at tað uttan iva var Islamskur Statur, ið skipaði fyri álopinum, men enn eru eingi prógv funnin fyri, at talan var um felagskapin. Enn hevur eingin tikið ábyrgdina av álopinum. Turkiska løgreglan leitar eftir prógvum og roynir at fáa greiði á, hvørjir teir tríggir menninir vóru, sum sprongdu seg sjálvar í luftina. Floghavnin er ein av teimum størstu í Evropa, og tí er nógv vaktarhald og nógv upptøkutól har. Tí rokna myndugleikarnir við, at tað fer ikki at taka so langa tíð at fáa greiðu á støðuni. Theresa May sigur seg hava ætlanir um at sameina bretar eftir fólkaatkvøðuna. David Cameron boðaði eftir fólkaatkvøðuna frá, at hann leggur fá sær í heyst. Cameron bað bretar um at atkvøða fyri bretskum limaskapi, men tað miseydnaðist, og tí fer hann frá. Theresa May bað eisini bretar um at velja ES, men hon var ikki frammarlaga í valstríðnum. Samstundis almannakunnger The Times eina veljarakanning, sum vísir, at millum konservativu veljararnar fær Theresa May 17 prosent størri undirtøki enn fyrrverandi borgarstjórin í London, Boris Johnson. Theresa May hevur verið innanríkisráðharri síðan 2010, og hon er kend fyri sína hørðu støðu mótvegis innflytarum. Og bretar hava leingi borið hana saman við Margareth Thatcher. Fyrrverandi verjumálaráðharrin, Liam Fox, boðaði í gjár frá, at hann eisini vil at gerast formaður í konservativa flokkinum og harvið forsætisráðharri. Klokkan 7 í kvøld letur kokkurin Leif Sørensen nýggju matstovuna, Insaneatorium, upp í Hoydølum. Fyrr vóru Hoydalar eitt avsíðis stað, har tey við tuberklum hildu til, so at tey ikki smittaðu onnur fólk. Nú er hetta staðið, har ein stórur partur av miðnámspisunum klekjast. Men í summar verður kantinan í Hoydølum matsova. Sambært lógini um royndaruppboðssøluna hevur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum heimild at selja 9.000 tons av makreli, 4.000 tons av norðhavssild, 20.000 tons av svartkjafti og 3.000 tons av botnfiski úr Barentshavinum á uppboði. Nakrar av viðmerkingunum, sum komu eftir hoyringina, eru tiknar til eftirtektar, men tað verða framvegis uppboðssølan, sum fer at taka sær av opnu uppboðssøluni, og Vørn, sum fer at taka sær av stongda partinum, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fskivinnumálum. Yvirgangur fær føroyingar at velja onnur ferðamál enn Turkaland og Egyptaland. Tá yvirgangur rakar Atat rk flogvøllin í Istanbul, eins og týskvøldið ella eitt gistingarhús í Egyptalandi, sum í januar, so merkist tað aftur hjá ferðaskrivstovunum. Tað síggja tey týðuliga hjá 62 N, sum hevur selt nógv færri ferðir til Turkalands og Eygyptalands í ár, enn tey vanligt gera. Tað sigur Heidi Petersen, stjóri. Í hesum døgum ferðast fólk nógv, og á ferðini fáa tey serliga ung sær piercing. Men tað er ofta soleiðis, at reinførið er ikki í lagi. Annika Udbø Petersen, sum hevur útbúgving í piercing, greiðir frá, hvussu ein reinlig mannagongd eigur at vera. Listprýðisnevndin fyri Glasir søkir eftir listafólki at koma við uppkasti til listprýðing. Listin skal vera á høgum, listarligum stigi og í nøktandi samspæli við arkitekturin og tí virksemi og teimum fólkum, ið bygningurin skal hýsa. Freistin at bjóða seg fram, at standa fyri arbeiðnum at listprýða Glasir, er úti 29. august. 31. oktober skal tann, ið fær uppgávuna, leggja eitt uppskot fyri listprýðisnevndina. Út frá uppkøstunum velur listprýðisnevndin tey listafólk út, ið nevndin metir eiga at fáa høvi at gera gjølligari uppskot til listprýðing á ávísum støðum í bygninginum. Listafólkini verða vald út grundað á metingar av dygdini í uppkøstunum og samspælinum við staðið, arkitekturin, skúlan og brúkararnar. Tríggjar milliónir krónur eru settar av til at listprýða skúladepilin við Marknagil. Øll listaverk skulu vera liðug og sett upp, tá Glasir verður tikin í brúk næsta summar. Tað er umráðandi, at vit í menningini standa fast við góðskuna, sum vit kenna í dag, sigur Claus Hjort Frederiksen, fíggjarmálaráðharri, við Ingeniøren . Um fá ár verður lyklakortið, sum vit kenna frá NemID, ikki longur brúkt. Í staðin fyri skalt tú brúka fingramerki og fartelefonina til eitt nú netbankan. Tað er greitt, eftir at Digitaliseringsstyrelsen og danska Fíggjarráðið seinnapartin hava skrivað undir eina 10 ára samstarvsavtalu um at menna skipanina. Vit skulu finna eina meira tíðarhóskandi loysn enn lyklakortið av pappíri. Til dømis við fingramerki og loynilyklum á fartelefonum hjá fólki. Tað sigur Lars Frelle Petersen hjá Digitaliseringsstyrelsen, ið skal tryggja menningina av NemID 2.0, ið skipanin verður nevnd, skrivar TV2 . NETS, ið rekur NemID, hevur sáttmála við danska statin um skipanina, fyribils til 2018. Føroysku peningastovnarnir brúka eisini NemID. Á sjómannatúrinum við Norr nu í vár helt Smári ein fyrilestur um fiskiskapin hjá føroyingum, sum róðu út við bátum frá sluppunum, sum lógu á íslendskum firðum. Viðurskiftini millum íslendingar og føroyingar vóru ikki góð. Hetta broyttist, tá føroyingar tóku upp veiðitáttin Til lands . Hesum greiðir Smári frá. Visiónirnar og tankarnir við Søvnum Landsins vóru stórar fyri hálvum sætta ári síðani, men veruleikin er, at verkætlanin er ongan veg komin í dag. Tað sigur Erhard Jacobsen, stjóri á Landsbókasavninum, sum hevur sagt seg úr starvi, nú hann fyllir 67 í august. Við Norðlýsið sigur hann, at stjórastarvið á Landsbókasavninum hevur verið nakað av tí strævnasta, hann hevur upplivað. Fyri fyrstu ferð eru sjúkrahúsini í Klaksvík og á Tvøroyri ikki viðgjørd sum eitt sjúkrahús. Ongantíð áður er staðfest, at Suðuroyggin hevur serstøðu. Men einsasti serlækni í urologi í Føroyum er í Suðuroynni. Kortini koma fólk úr øðrum londum til Føroya at viðgera sjúklingar, sum kundu verið viðgjørdir á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Annars er Ronnie Midjord, stjóri á Suðuroyar sjúkrahúsi, í stórum nøgdur við lutin hjá Suðuroyar sjúkrahúsi í menningarætlanini fyri sjúkrahúsverkið. Hann fýlist ikki á, eins og starvsfelagi hansara í Klaksvík, at endaliga menningarætlanin er øðrvísi enn hon var, tá hann sá hana seinast. Visiónirnar og tankarnir við Søvnum Landsins vóru stórar fyri hálvumsætta ári síðan, men veruleikin er, at verkætlanin er ongan veg komin í dag. Tað sigur Erhard Jacobsen, stjóri á Landsbókasavninum, sum hevur sagt seg úr starvi, nú hann fyllir 67 í august. Nýggja ítróttarhúsið á Eiði fer at hava pláss fyri góðum 300 áskoðarum uttandura. Harafturat skal ítróttarhúsið eisini hýsa ymiskum endamálum so sum skiftingarrúmum, almennum fitnessrúmi, frítíðarskúla og samkomuhøli við pláss fyri upp í 250 sitandi gestum. Endamálið er at skapa góðar ítróttarumstøður fyri øll á Eiði, sigur Jógvan í Skorini, borgarstjóri á Eiði. Spf Búð á Eiði fer at byggja ítróttarhúsið. Øll kryvjing og framleiðsla hjá Bakkafrosti verður í nýggja virkinum, sum skal spara Bakkafrosti millum 70 og 90 milliónir krónur í rakstrinum um árið. Her er kanska vert at hava í huga, at 20. mars í fjør var sólarmyrkingin, sum varð ein av orsøkunum til samlaða økta ferðafólkatalið í fjør. Ferðafólkini vóru 127.600 til 1. juli., okkurt um 700 í miðal um dagin. Ferðafólkini eru higartil í ár 8.400 fleiri enn í fjør, sambært nýggjastu ársfrágreiðingini. Hann hevur heldur ongar viðmerkingar um niðurstøðurnar hjá Kappingareftirlitinum. Poul Michelsen hevur svarað spurningum hjá Kristionnu Winther Poulsen, løgtingskvinnu, um kanningina hjá Kappingareftirlitinum. Hann sigur tó, at størri kapping á oljumarknaðinum kundi verið ein fyrimunur bæði fyri samfelag og brúkara. Poul Michelsen sigur, at Kappingareftirlitið kann ikki áleggja oljufeløgunum skyldur, uttan at bróta kappingarlógina. Poul Michelsen sigur eisini, at Kappingarráðið hevur avgjørt, at Kappingareftirlitið skal kanna, hvørjir møguleikar eru at geva øðrum javnbjóðis atgongd til heilsøluliðið, tað er, at nýggj oljufeløg kunnu keypa olju úr tangunum hjá Magn ella Effo og síðani selja hana. Poul Michelsen svarar, at setur Kappingareftirlitið forboð móti kappingaravlagandi avtalum ella ger vart við, at oljufeløgini misnýta ráðandi støðu, fer hann ikki at leggja seg út í tað, tí Kappingareftirlitið er í slíkum førum óheft av landsstýrismanninum. Men samanumtikið hevur landsstýrismaðurin ikki aðrar viðmerkingar, fyrr enn Kappingareftirlitið hevur gjørt sínar kanningar og er liðugt við sítt arbeiði. Heilsu og innlendismálaráðið hevur játtað Tórshavnar kommunu at fara í gongd við ta stóru útbyggingina av Tórshavnar Havn. Ein treyt fyri at byggja út Tórshavnar havn, er, at byggisamtyktin fyri økið verður broytt. Býarskipanarnevndin hjá landinum, ið er fakliga ráðgevandi nevndin hjá landsstýrinum, mælti frá, at havnarlagið í Havn verður útbygt, soleiðis sum Tórshavnar kommuna ætlar. Tórshavnar kommuna ætlar at víðka eystara havnarøkið 124.000 fermetrar. Upprunaliga skuldi grót eisini fyllast upp frammanfyri Skansan, men tann parturin av verkætlanin er sleptur. Býarskipanarnevndin metir tó samanumtikið, at tað er ikki góð planlegging at staðseta eina stóra góðs og bingjuhavn beint úti fyri miðbýin í Havn. Havnin hevði ligið betur aðrastaðni í kommununi, helst burtur frá bygdum øki, har ferðsluviðurskiftini eru betri, og har tað slepst undan ampa av ferðslu, óljóði og øðrum, metir Býarskipanarnevndin. Eisini heldur nevndin, at útbyggingarmøguleikarnir aftaná ætlaðu úgbyggingina eru avmarkaðir. Tórshavnar kommuna hevur síðan gjørt sínar viðmerkingar til niðurstøðuna hjá Býarskipanarnevndini, og nú hevur Sirið Stenberg skorið ígjøgnum. Landsstýriskvinnan lurtar ikki eftir tilmælinum frá Býarskipanarnevndini, men eftirlíkar í staðin ynskinum frá Tórshavnar kommuna ommunu á møti. Samanumtikið metir Heilsu og innlendismálaráðið, at Tórshavnar kommuna hevur sakligar og rímiligar grundgevingar fyri, hví tað er skilagott at broyta byggisamtyktina, so Tórshavnar havn kann byggjast út. Tórshavnar kommuna sigur seg hava kannað aðrar møguleikar at gera nýggja góðshavn, eitt nú at víðka verandi havnarlag á Oyrareingjum og á Sundi. Somuleiðis sigur kommunan seg hava ætlanir um at gera eitt spor til tunga ferðslu av havnarlagnum og niðan á ovaru rundkoyringina fyri soleiðis at bøta um ferðsluviðurskiftini. Tórshavnar kommuna metir, at komandi útbyggingin av Tórshavnar havn fer at nøkta tørvin fram til 2045. Tilboðini at útbyggja Tórshavnar havn, vórðu latin upp longu í mars mánaði. J og K Petersen hevði lægsta tilboð, 387 milliónir. Dýrasta tilboðið var slakar 800 milliónir krónur. Grót, sum verður keypt frá Búnaðarstovuni, skal leggjast afturat byggikostnaðinum, og útreiðslur eru eisini av verkætlan, eftirliti og trygging. Tað eydnaðist ikki útvarpinum at fáa samrøðu við Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í innlendismálum, til tíðindasendingina hóskvøldið. Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í Ítróttarsambandi Føroya, sigur, at tíbetur hava útgerð, klæðir og aðrir virðislutir fingið frið. Sum er letur til, at talan er um herverk og onki annað, sigur Elin Heðinsdóttir Fíggjarmálaráðið ætlar ikki í hesum umfarinum at fara aftur til gomlu ásetinginga um, at eisini tilfeingisgjøld skulu í grunnin. Fyrr segði lógin, at tilfeingisgjøld, til dømis av kolvetni, fiski, aliøkjum og jørð skuldu í Búskapargrunnin. Kom hetta aftur í lógina nú, hevði tað gjørt, at inntøkurnar frá tilfeingisgjøldum og loyvisgjøldum ikki longur høvdu farið beinleiðis í fíggjarlógina til rakstur Inntøkurnar høvdu í staðin partvíst endað sum ein uppsparing, soleiðis sum upprunaliga endamálið við Búskapargrunninum var, sigur Føroya arbeiðsgevarafelag. Fyrra hálvár 2016 vórðu skrásettir 15,9 prosent fleiri nýggir persónbilar enn sama tíðarskeið í 2015, vísa seinastu tølini hjá Akstovuni. 1.115 nýggir persónbilar vórðu skrásettir fyrra hálvár. Í 2015 var talið 962. Sostatt eru 153 fleiri persónbilar skrásettir fyrra hálvár í ár enn í 2015. Hóast alsamt fleiri persónbilar verða seldir í Føroyum, so er tó ein ávís minking at hóma onkrastaðni í nýggjastu hagtølunum hjá Akstovuni. Tað vórðu eisini færri kampingvognar skrásettir fyrra hálvár enn í fjør. Hinvegin vórðu fleiri kampingbilar skrásettir í Føroyum, sambært Akstovuni. Á Suðuroyarportalinum verða stigtakarnir endurgivnir fyri at siga Eftir at okra verjikempa úr Sumba, Suni úr Hørg, fekk skaða, hevur hann tíverri ikki verið førur fyri at spæla fótbólt. Hann hevur havt vón um at sleppa inn á vøllin aftur, og tann møguleikan fær hann í hesum dysti, her hann tó ikki er við sum leikari, men sum venjari. Dysturin er við einum samansettum liði úr Sumba, VB Sumba og FC Suðuroy, sum Suni hevur spælt fótbólt við. Og mótstøðuliðið er eitt TB lið, sum Óli Johannesen stendur á odda fyri. Talan er sjálvsagt um steypadyst. Tað kom óvart á nógv fólk, tá svaninir á Eiði blivu skotnir. Onnur gleddust, tí nú er trygt hjá børnunum at spæla framvið vatninum. Forsetavalið í Eysturríki, sum valevnið hjá høgrasinnaða Frælsisflokkinum tapti tepurt á valinum 22. mai, verður umaftur, sambært tíðindastovuni, Reuters. Úrslitið av forsetavalinum í mai er ógildað, segði Gerhard H lzinger, leiðari í stýrisskipanardómsstólinum í Wien, á einum tíðindafundi í morgun. Greinin heldur fram niðanfyri. Ivi hevur stungið seg upp um valúrslitið, tí tað eru so nógvar óvissur við uppteljingini, at valið ikki kann góðkennast, siga eygleiðarar í Wien. Norbert Hofer frá Frælsisflokkinum, ið hevur hartað innflytarapolitikkin hjá landinum, tapti óvæntað valið. Hann fær kortini ein nýggjan møguleika, nú valið verður umaftur. Elektroniskur tónleikur kemur meira og meira fram í føroyska samfelagnum. Henda tónleikasjangra tvingar á ein ella annan hátt fólk upp at dansa, og hetta hevur verið ein avbjóðing í Føroyum, men er tó blivið betri. 11 elektroniskir tónleikarar spæla til Gildið í morgin, og ein av teimum er The Naked Eye , sum spældi live í útvarpsstovuni í morgun. Landsstýriskvinnan í innlendismálum vísir aftur, at talan var um politiskt trýst, tá hon valdi at ganga ímóti fakliga tilmælinum og ístaðin gav grønt ljós til stóru havnaútbyggingingina í høvuðsstaðnum Seinna frámælið hjá Býarskipanarnevndini var ikki so avgjørt sum tað fyrra, men tó framvegis eitt frámæli. Ætlaða havnarútbyggingin í Havn er frægasta loysnin, tí har verður ein verandi havn útbygd í staðin fyri at byggja eina nýggja. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, lurtaði ikki eftir Býarskipanarnevndini hjá landinum, og gav Tórshavnar kommunu loyvi at broyta byggisamtyktina, so kommunan kann útbyggja havnina. Tórshavnar kommuna ætlar at útbyggja eystara havnarøkið 124.000 fermetrar. Tilboðini upp á arbeiðini vórðu latin upp longu í mars. Býráðið í Klaksvík hevur spurt Strandfaraskip landsins, um Smyril kann sigla av Klaksvík á Havnina leygardagin 27. august og norður aftur um kvøldið, tá KÍ skal spæla finalu um løgmanssteypið. Umbønin er gingin á møti, sigur Jens Petur Brattalíð, samferðsluleiðari. TG Verk hevði næstlægsta tilboðið. TG Verk kann byggja skúlan fyri 276 milliónir krónur. Triðja tilboðið er frá Articon og Búsetur, sum í felag bjóða sær til at byggja Skúlan á Fløtum fyri stívliga 294 milliónir krónur. Trý feløg ella samtøk vórðu herfyri undangóðkend til at bjóða uppá verkætlanina í innbodnari licitatión. Lægsta tilboðið, ið sum nevnt er frá MT Højgaard Føroyar, er 25 milliónir krónur dýrari enn kostnaðarmetingin. Tórshavnar Kommuna roknaði við at arbeiðið fór at kosta smáar 248 milliónir krónur. Nú verða innkomnu tilboðini granskað, áðrenn politisk støða skal takast til, hvør fær arbeiðið. Skúlin á Fløtum verður 11.600 fermetrar til víddar. Skúlin verður trý sporaður frá 0. til 7.flokk, og harumframt verða fimm spor í 8. og 9. flokki. 850 næmingar fara at ganga í Skúlanum á Fløtum, og starvsfólkini vera 100 í tali. Skúlin verður bygdur í trimum byggistigum. Sambært tíðarætlanini verður fyrsta byggistig liðugt í juli 2018, og tá flytur miðdeildin 4. 6. flokk inn í skúlan. Annað byggistig er til hádeildina 7. 9. flokk , og tað verður liðugt í juli 2019 og fevnir eisini um eina ítróttahøll. Í juli 2020 verður triðja byggistig liðugt, og tá flytur grunddeildin forskúli 3. flokk og frítíðarskúli inn í skúlan. Gudrun Mebs skrivaði bókina, Sunnudagsbarn, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 1994. Bjørg Matras Jensen týddi. Katrin Nolsøe lesur. Gudrun Mebs skrivaði bókina, Sunnudagsbarn, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 1994. Bjørg Matras Jensen týddi. Katrin Nolsøe lesur. Gudrun Mebs skrivaði bókina, Sunnudagsbarn, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 1994. Bjørg Matras Jensen týddi. Katrin Nolsøe lesur. Gudrun Mebs skrivaði bókina, Sunnudagsbarn, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 1994. Bjørg Matras Jensen týddi. Katrin Nolsøe lesur. Gudrun Mebs skrivaði bókina, Sunnudagsbarn, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 1994. Bjørg Matras Jensen týddi. Katrin Nolsøe lesur. Gudrun Mebs skrivaði bókina, Sunnudagsbarn, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 1994. Bjørg Matras Jensen týddi. Katrin Nolsøe lesur. Gudrun Mebs skrivaði bókina, Sunnudagsbarn, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 1994. Bjørg Matras Jensen týddi. Katrin Nolsøe lesur. Gudrun Mebs skrivaði bókina, Sunnudagsbarn, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 1994. Bjørg Matras Jensen týddi. Katrin Nolsøe lesur. Gudrun Mebs skrivaði bókina, Sunnudagsbarn, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 1994. Bjørg Matras Jensen týddi. Katrin Nolsøe lesur. Meðan Bakakfrost kann fegnast um, at felagið hevur keypt restina av partapeninginum í Faroe Farming, er støðan ein onnur hjá borgarstjóranum í Vági. Tað er trupult ikki at vera bangin um arbeiðsplássini her suðuri, tá man veit, at Bakkafrost byggir eitt risavirki í Runavík, sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vági, við Dimmalætting . Dennis Holm óttast, at arbeiðspláss í oynni verða avreidd norður um fjørð, nú Bakkafrost einsamalt eigur Faroe Farming, samstundis sum Bakkafrost byggir nýtt virki á Glyvrum. Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti, vil ikki siga, um borgarstjórin í Vági hevur grund til at óttast, at arbeiðspláss í Suðuroynni fara at hvørva. Tað hava vit ikki tikið støðu til. Vit halda bara, at har eru stórir møguleikar við at optimera raksturin, við tí sum tað inniber, sigur Regin Jacobsen, við Dimmalætting . Faroe Farming er nú dótturfelag hjá Bakkafrosti. Á nýggjárinum verða Faroe Farming og Bakkafrost Farming løgd saman, treytað av góðkenning hjá myndugleikunum. Varðarnir í Sunda kommunu eru nú merktir við nummari. Í apríl legði kommunan út nakrar gøtur til fólk at ganga eftir. Millum hesar var bygdagøtan frá Saksun til Tjørnuvíkar. Tøl eru nú sett á allar varðarnar. Hetta er gjørt fyri at gera tað lættari, tá leitast skal eftir fólki, sum eru komin illa fyri av eitt nú mjørka, skrivar kommunan á heimasíðuni . Sunda kommuna hevur staðsetingina av øllum varðunum á korti. Koma fólk illa fyri, kunnu tey ringja eftir hjálp og upplýsa nummarið á varðanum, tey standa við, sigur kommunan. Islamskur statur hevur aftur gjørt um seg, hesaferð í suðurasiatiska landinum Bangladesh. 20 útlendingar fleiri úr Italia og Japan hava latið lív í eini gíslatøku í høvuðstaðnum Dhaka. Vápnaðir menn hertóku í gjárkvøldi eina kaffistovu, og tá stjórnardeildir 12 tímar seinna tóku ræði á kaffistovuni aftur, høvdu vápnaðu menninir dripið 20 gíslar. BBC skrivar, at 13 fólk vórðu bjargað. Seks gerningsmenn vóru skotnir og ein varð handtikin. Fólk vóru komin á kaffistovuna at eta seint í gjárkvøldi eftir at hava fastað allan dagin í sambandi við heilaga islamska Ramadan mánaðin. Hetta vóru muslimar uttan uttan trúgv, sigur forsætisráðharrin Sheikh Hasina í Bangladesh. Vitni hava greitt frá, at vápnaðu menninir pínu og drupu teir gíslar, sum ikki orðarætt dugdu at efturgeva ørindi úr Koranini. 171 milliónir fólk búgva í Bangladesh, ið er eitt av fátækasu londum í Asia. Landið er muslimskt, men seinastu mánaðirnar hava víðgongdir bólkar gjørt alt meiri um seg millum annað eru fólk sum tala fyri trúarfrælsi, talufrælsi og rættindum fyri samkynd álopin og myrd. Nú búgva 1260 borgarar í Nes kommunu samanborið við 1237 við ársbyrjan. Vøksturin er 1,9 prosent, ikki síðan 2009 hava so nógv fólk búð í Nes kommunu. Umframt fólkavøksturin eru skattainntøkurnar hjá kommununi fyri 1. hálvár 2016 vaksnar við smáum 2 milliónum krónum ein vøsktur á 10,9 prosent. Nú er skattainntøkan í Nes kommunu 19,3 milliónir krónur. Í fíggjarætlanini fyri 2016 er roknað við, at skattainntøkan verður 17,5 milliónir krónur. Meirinntøkan er higartil í ár sostatt 1.8 milliónir. Val er í Avstralia í dag. Eygleiðarar vænta, at stjórnarberandi konservativi flokkurin fer at vinna ein tepran sigur á arbeiðaraflokkinum, sum hevur sitið í andstøðu seinastu árini. Valsatríðið hjá konservativa flokkinum hevur fyri tað mesta snúg seg um at tryggja góðu búskapargongdina í Avstralia seinnu árini, og forsætisráðharrin Malcolm Tumbull hevur lovað skattalætta um hann verður afturvaldur. Hinvegin hevur formaðurin í Arbeiðaraflokkinum sagt, at hansara fremsta mál er at loyva samkyndum at giftast, um hann sleppur framat valdinum. 1. Rádni 05 17.027 2. Sølmundur 05 23.086 3. Páll Fangi 05 32.105 4. Jarnbardur 05 38.014 5. Fortuna 05 40.113 6. Skúgvur 05 44.18 1. Fípan Fagra 05 17.127 2. Tjaldrið 05 17.216 3. Frúgvin 05 23.065 4. Junkarin 05 23.134 5. Kollur 05 24.043 6. Beinta 05 30.162 7. Sílið 05 31.121 8. Jallurin 05 37.130 9. Ritan 05 43.060 10. Teistin 1. Eysturoyingur 04 44.207 2. Ormurin Langi 04 45.246 3. Havnarbáturin 04 46.025 4. Drekin Reyði 04 47.224 5. Suðuroyingur 04 54.19 1. Firvaldur 05 36.127 2. Drekin 05 42.096 3. Báran 05 48.125 4. Falkur 05 53.094 5. Havfrúgvin 05 55.173 6. Sílið 05 59.112 7. Beinta 06 01.091 8. Royndin Fríða 06 02.100 9. Pílur 06 02.120 10. Kollur 06 05.050 11. Hulda 06 07.09 Eftir summarfrítíðina byrja 18 næmingar á Ítróttarháskúlanum í Suðuroy. Freistin at søkja var úti fríggjadagin, og við in.fo sigur Gudmundur Joensen, at talan verður um níggju gentur og níggju dreingir. Hann fegnast um talið av umsøkjarum, serliga tí lýsingarnar eftir næmingum byrjaðu nakað seint. Tó so hevur áhugin verið stórur eisini til næsta skúlaár, tí næmingar hava longu melda til at byrja næsta ár eisini. Næmingarnir á Ítróttarháskúlanum í Suðuroy skulu búgva í nýbygdum smáttum miðskeiðs í Vági og sjálvur skúlin verður hýstur ymsastaðni í bygdini. Tað fer at kosta teimum 18 næmingunum góðar 12.000 krónur hvør at taka lut í fyrsta skeiðnum, sum byrjar í heyst og varar 15 vikur. Í irakiska høvuðsstaðnum Bagdad eru í minsta lagi 79 fólk deyð og 131 løstaði av eini bumbu, sum Islamski staturin sigur seg hava lagt. Nógv av teimum deyðu og løstaðu eru børn, verður sagt. Talan var um eina bilbumbu. ið brast seint í gjárkvøldið uttan fyri eitt øki við matstovum og handlum í býarpartinum Karrada í Bagdad seint í gjárkvøldið, sigur irakiska løgreglan. Nógv fólk vóru úti og keyptu ella ótu, tá sólin var farin niður, nú heilagi islamski mánaðin Ramadaan er. Bumban í Bagdad er ein av teimum, sum hevur kravt flest mannalív í ár. Hildið verður, at islamski staturin hevnir at hava tapt bardagan um irakiska býin Fallujah. Eitt ógvusligt ferðsluóhapp var í Suðuroy í morgun. Tað var í Trongisvági, á krossinum har Traðarvegur og Trongisvágsvegur møtast við gamla elverkið í Trongisvági. Bilurin fór illa, og bilførarin, ein 19 ára gomul kvinna, er flutt á landssjúkrahúsið, tí hon hevur fingið álvarsligar skaðar. Løgreglan veit ikki at siga, hví óhappið hendi. Skotski forsætisráðharrin, Nicola Sturgeon, vil hava bretsku stjórnina at tryggja, at teir 173.000 ES borgararnir, sum búgva í Skotlandi, kunnu verða verandi har, og ikki skulu óttast fyri at verða sendir aftur hagar, teir búðu, áðrenn teir fluttu til Skotlands. Tað hevur Nicola Sturgeon skrivað til David Cameron, fráfarandi forsætisráðharra, og tey fimm valevnini, sum hava stillað upp at avloysa hann í Downing Street nummar 10 og sum formann fyri konservativa flokkin. Nicola Sturgeon sigur tað vera heilt avgerandi og at eingi ivi má vera um at bretska stjórnin virðir rættindini hjá teimum 173.000 ES borgarunum, sum við avtaluni um innara marknaðin í Evropa eru komnir til Skotlands at búgva. Eftir fólkaatkvøðuna í Bretlandi hevur Nicola Sturgeon hildið fundir við politikarar og embætismenn á ES høvuðsborgini í Brússel fyri at tryggja støðu Skotlands í Evropa. Í Skotlandi var stórur memiriluti fyri at halda fast um limaskapin í ES. Fólkini, ið komin eru úr øðrum ES londum, eru týðandi partur av framtíð Skotlands. Tí vil eg alt fyri eitt hava vissu fyri, at støða og rættindi teirra verða óbroytt bæði nú og í framtíðini, sigur Nicola Sturgeon í skrivinum til David Cameron, forsætisráðharra, og til tey valevni í konservativa flokkinum, sum ætla sær at avloysa hann. Skotski forsætisráðharrin ger alt, hon er ment fyri at varðveita skotska limaskapin í ES. Stutt eftir fólkaatkvøðuna var Nicola Sturgeon í Brússel, har hon gjørdi vart við, at bretska avgerðin um at fara úr ES ikki eigur at vera galdandi fyri Skotland, har stórur meiriluti var fyri at varðveita ES limaskapin. Men politikarar í Evropasamveldinum hava ikki viljað givið skotum nakað lyfti, tí alt Bretland er limur, og í Brússel fer neyvan nakað at verða gjørt, sum kann fáa myndugleikarnar í London at skuldseta evropeiskar politikarar fyri at blanda seg uppí innaru viðurskifti Bretlands, verður sagt. Tórshavnar kommuna gjørdi skjótt av, tá Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, gav kommununi loyvi til at broyta byggisamtyktina, so havnin kann byggjast út. Tvey føroysk nótaskip eru við í árligu makrelkanningini í landnyrðingspartinum av Atlantshavi. Havstovan hevur leigað Trónd í Gøtu, og Grønland hevur leigað Finn Fríða til kanningarnar Harafturat eru eitt íslendskt skip og tvey norsk við í kanningunum. Endamálið við kannngini er at meta, hvussu stórur makrelstovnurin er. Tey fimm skipini fara víða um. Kanningarøkið er tríggjar milliónir ferkilometrar. Hóast endamálið er at kanna makrel, verða onnur uppsjóvarfiskasløg eisini kannað, so sum svartkjaftur Ófriður og rok hava sett sín dám á EM í Fraklandi, sum varð sparkað í gongd fríggjadagin 10. juni, skrivar tíðindastovan hjá Ritzau. Løgreglan í Fraklandi hevur nú handtikið fleiri enn 1000 fólk í samband við EM endaspælið, váttar franski innanríkisráðharrin í landinum sambært tíðindastovuni. Síðani kappingin byrjaði hevur løgreglan handtikið fleiri enn 1000 fólk, 600 eru varðhaldsfongslað og 56 fólk eru dømd, sigur Bernard Cazeneuve við blaðið La Provence . 34 fólk eru eisini útvíst úr Fraklandi síðani EM endaspælið byrjaði, tey flestu í samband við ófriðin í Marseille, tá kappingin byrjaði. Í minsta lagi 23 russar eru blivnir útvístir. Og tað er synd, halda tey í Margarinfabrikkini, sum aftur í ár skipaðu fyri Summarnámi, har børnini kunnu royna seg kreativt í eina viku. Sjálvt um Katrin Holm er úr Hvalba, so er hon ein ein kvinna, ið flestu havnarfólk kenna kanska frá starvi hennara í tórshavnar kommunu, har hon í mong ár var hon, sum umsat bíðilistarnar á dagstovnaøkinum. Eisini eru fleiri, sum kenna Katrina frá einum av hennara mongu frítíðarítrivum, sum í dag millum annað eru fimleikur, gongufelag, nevndararbeiði, eldraráð og at ferðast. Eingin gransking er gjørd í Føroyum um evnið, og tí er ikki greitt, hvussu viðurskiftini hjá børnum, ið hava foreldur rakt av sálarsjúku, eru. Endamálið við verkætlanini hjá Kristionnu Dam, er, at veita granskingargrundaða vitan og at varpa ljós á henda nærum ósjónliga og lágt raðfesta málbólk í Føroyum. Samstundis kostaði fólkapensjónin 6,4 milliónir krónur minni í ár. Samanumtikið fingu fólkapensjónistarnir 39,3 milliónir krónur meira í fyrra hálvári í ár enn í fjør. Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, hevur svarað spurningum frá Jónleifi Johannesen, løgtingsmanni, um Samhaldsfasta og fólkapensjónina. Samgongan broytti fólkapensjónina á nýggjárinum, og í staðin fyri hækkaði útgjaldið úr Samhaldsfasta. Útgjaldið úr Samhaldsfasta er nú 3.910 krónur um mánaðin. Elektrotónleikurin hevur ein eitt sindur smalan málbólk í Føroyum, og tey fólkini vóru nokk ikki so nøgd við line up ið, tí konseptið við elektroniskum varð ikki hildið serliga væl. Og so vóru nógv av teimum somu sum seinast. Hinvegin brýtir tiltakið eitt sindur frá hinum báðum. Tey hava skift navn, nógv longri skrá og ókeypis matur. Sum eitt nýtt konsept, riggar tað ordiliga gott til at varpa ljós á tey ymsu sløgini av elektroniskum, og til at fáa nógv fólk til. Dagurin bygdi ein feitan stemning upp, soleiðis at tað bleiv villari og meira dansivinarligt út á kvøldið, og so kom høvuðsnavnið, ensku Naked Eye, og tey vóru í so rólig til at spæla klokkan 1, hóast tey vóru ordiliga feit. Tað gjørdi, at tað føldist eitt sindur ógjøgnumtoknt. MATUR Tað var fantastiskt at fáa óavmarkað ókeypis mat, sum smakkaði so væl. Tað gjørdi eisini okkurt við stemningin, so tað føldist eitt sindur festivalsligt. Presendingin var bara umleið tveir metrar upp, tað skilti eg ikki meiningina við. Mann kundi seta seg upp á brandtrappurnar á hotel tórshavn, so sá mann konsertirnar á perlutorginum. Tað gjørdi, at tað ikki føldist serliga ekslusivt fyri tey, sum høvdu goldið. Prísurin var góður. 12 tónleikaframførslur íroknað ókeypis mat fyri 250 krónur, tað er óhoyrt góður prísur. Tað er tað sama sum ein bronsj á Hvonn. Økið á perlutorginum hevur verið eitt parkeringspláss, og sær soleiðis út enn. Og so liggja trý ófantalig plastikkting at sita á. Estetiskt var tað bara ljótt. Tað hevur kanska ikki so nógv at siga, men tá har ikki er annað enn ein grøn presending afturat tí, so ávirkar tað stemningin. Tað er bara so ókul. Norski fiskimálaráðharrin, Per Sandberg, hevur givið boð um at broyta nøgdina av laksi í aliringunum, fyri at norsku alibrúkini kunnu ala meir laks, so prísurin fer at lækka aftur. Nýggja skipanin hevur við sær, at meir fiskur kann ganga í alibrúkunum ta tíðina av árinum, tá laksurin veksur skjótast og umstøðurnar annars eru tær bestu. Alararnir gera sjálvir av um teir taka av tilboðnum. Tí er ikki greitt, hvussu nógv norska alivinnan fer at vaksa. Men útrokningar hava víst, at talan kann gerast um ein vøkstur uppá fimm prosent. Norska alivinnan fegnast um avgerðina hjá ráðharranum, tí alararnir sjálvir hava mælt til eina slíka skipan. Tað tekur umleið hálvtannað ár at ala ein laks, og tí fer ein tíð at ganga, áðrenn broytingin sæst aftur í vinnuni. Fyri tveimum árum síðani var eitt líknandi uppskot frammi. Men tá varð ávarað ímóti, at laksalúsin fór at økjast, um meir fiskur var í ringunum, og táverandi fiskimálaráðharrin, Eliasbeth Aspaker, vildi ikki seta skipanina í verk. Núverandi fiskimálaráðharrin, Per Sandberg, sigur, at alivinnan hevur gjørt stór framstig í arbeiðinum at sleppa av við laksalúsina, og tí kann skipanin setast í verk. Men verður laksalúsin ein stórur trupulleiki aftur, so verða tiltøkini herd aftur, sigur hann. Alifyritøkurnar, sum fara undir nýggju skipanina, skulu rinda 1,5 milliónir krónur Tí ávarar virkandi guvernørurin í landspartinum, Francisco Dornelles, um, at vandi er fyri at olympisku leikirnir kunnu enda í eini vanlukku. Landsparturin, Rio de Janeiro, hevur fingið boð um, at hann fær 7,6 milliardir krónur frá stjórnini, men pengarnir eru ikki komnir. Ein metrostøð sum skuldi flyta áskoðarar til ymsu tiltøkini í landspartinum er heldur ikki liðug. Tað resta 2,5 milliardir krónur í fyri at fáa gjørt støðina lidna. Umframt vánaliga undirstøðukervið, so hóttir eisini zika virusið landið, og so seint sum í mai heittu fleiri serfrøðingar og granskarar á stjórnina um at útseta olympisku leikirnar í tríggjar til seks mánaðir. Ein, sum skrivaði undir áheitanina, var Arthur Caplan, professari. Hann sigur, at tað fer at taka tríggjar til seks mánaðir at fáa eina vaksinu ímóti zika virus, og tí hevði verið rættast at útsett OL. Fleiri kend ítróttarfólk í Brasil hava eisini ávarað ímóti støðuni í landinum. Fyrrverandi fótbóltsleikarin, Rivaldo, hevur beinleiðis heitt á fólk um at halda seg burtur úr Rio, tí í býnum eru tey í vanda. At broyta vektgjaldið á bilum, fer uttan iva at hava við sær, at fólk fara at hugsa meir um bilar sum dálka minst. Og tað fer uttan iva eisini at hava við sær, at fleiri umhvørvisvinarligir bilar verða seldir. Tað sigur Poul Jákup Poulsen, stjóri í Auto Service, nú Figgjarmálaráðið hevur sent uppskotið um at broyta vektgjaldið til hoyringar. Tað er niðurstøðan hjá Løgtingsins Umboðsmanni, sum staðfestir, at Stýrið fyri økistænastuna í Sandoyar Sýslu hevur í fleiri førum ikki hildið fyrisitingarlógina. Fýra umsøkjarar vóru til starvið sum økisleiðari fyri heimatænastuna í Sandoyar Sýslu, ið varð sett í fjørheyst. Tveir sjúkrarøktarfrøðingar søktu, tó uttan at fáa starvið. Tann, sum fekk starvið, er útbúgvin heilsurøktari. Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar kærdi setanina, bæði tí best skikkaði umsøkjari eftir teirra tykki ikki hevði fingið starvið, og í øðrum lagi tí at tey, sum ikki fingu starvið, onga grundgeving fingu fyri tí. Niðurstøðan, sum er endurgivin á heimasíðuni hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar í dag, er ein lemjandi atfinning móti allari setanartilgongdini. Umboðsmaðurin sigur, at stýrið fyri økistænastuna í fleiri førum ikki hevur hildið fyrisitingarlógina. Einki skrivligt tilfar er um setanina ella um, hvørjar sakligar metingar førdu til, at ein onnur var sett sum leiðari. Umboðmaðurin vísir á, at almennir myndugleikar hava skyldu til at seta best skikkaða umsøkjara í starv. Í øðrum lagi vísir umboðsmaðurin á, at ein myndugleiki hevur skyldu at skriva upp allar upplýsingar um veruligu umstøðurnar, ið hava týdning fyri avgerðina í málinum. Umboðsmaðurin sigur, at av tí, at einki er skrivað upp um, hvussu starvsetanin er farin fram, og sjúkrarøktarfrøðingarnir onga grundgeving hava fingið, ber ikki til at eftirkanna, um best skikkaði umsøkjarin fekk leiðarastarvið. Tí heitir Umboðsmaðurin á stýrið fyri Økistænastuna í Sandoy at viðgera alla starvssetanina av nýggjum. Í stýrinum fyr Økistænastuna í Sandoy eru borgarstjórarnir í kommununum í oynni. Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopun, er formaður í stýrinum. Hann hevur júst sæð niðurstøðuna og Stýrið hevur tí ikki havt møguleika at viðgera hana enn. Men mín persónliga meining er, at alt er farið fram eftir bókini. Tí verður tað ikki uttan víðari, at setanin verður viðgjørd av nýggjum, sigur Gerhard Lognberg. Spurdur, um tey, sum ikki fingu starvið, hava fingið skrivligar grundgevingar fyri tí, svarar Gerhard Lognberg, at tey hava fingið alt tað, tey hava biðið um og rætt til. Sambært lýsingini eftir leiðara til Økistænastuna í Sandoynni skuldi leiðarin standa á odda fyri øllum virkseminum bæði úti og inni. Leiðarin skuldi hava fakligu, fíggjarligu, fyrisitingarligu og starvsfólkaligu ábyrgdina av Økistænastuni í Sandoyar Sýslu.Sambært lýsingini vóru tó eingi krøv um útbúgving. Arbeiðið, at undangóðkenna fyritøkur til at gera Eysturoyartunnilin, er seinkað. Landsstýrismaðurin var á fundi um málið í farnu viku. Ivamálið um, hvørjar fyritøkur kunnu undangóðkennast, varð viðgjørt á einum fundi í síðstu viku millum Henrik Old og nevndarformannin í tunnilsfelagnum, Berg Poulsen, sum eisini er formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Sambært Henriki Old snúði fundurin seg um, hvørjar fyritøkur sleppa at bjóða uppá arbeiðið, og um krøvini, ið eru sett fyri at sleppa gjøgnum nálareygað. Fundurin snúði seg millum annað um kravið um, at undangóðkendu fyritøkurnar skulu hava royndir við undirsjóvartunlum. Nógv feløg hava borað tunlar, men fá hava borað undirsjóvartunlar. Meira vil landsstýrismaðurin ikki siga, áðrenn málið er avgreitt. Henrik Old vil ikki seta nøvn á eitt nú, hvørjar fyritøkur kenna seg fyri vanbýti og hvørjar sleppa at bjóða. Bergur Poulsen, nevndarformaður, svaraði ikki uppá fyrispurningar frá útvarpinum í morgun. Teitur Samuelsen, stjóri í tunnilsfelagnum váttar, at undangóðkenningin er seinkað. Upprunaliga ætlanin var, at hesin spurningur var avgreiddur í juni, tað vil siga seinast í farnu viku. Teitur Samuelsen vil ikki siga, hví undagóðkenninin ikki er endaliga avgreidd, og vísir á, at hon verður avgreidd í hesari vikuni. Krøvini til undangóðkendu fyritøkurnar eru royndir og fíggjarlig styrki. Fyritøkurnar skulu stilla eina rættiliga stóra upphædd, sum trygd fyri, at arbeiðið kann gerast liðugt um illa vil. Hetta er ikki fyrstu ferð, at stríð hevur tikið seg upp um hvør fær stóru og lukrativu sáttmálarnar, sum eru knýttir at arbeiðnum at gera Eysturoyartunnilin. Føroyskir ráðgevar vóru á sumri 2015 vónbrotnir, tá almenna tunnilsfelagið fór av landinum við eini stórari uppgávu, sum eins væl kundi verið gjørd av føroyskum fyritøkum. Ráðgevarafelagið vísti tá á politiska lyfti um, at so nógv av arbeiðnum sum tilber skuldi gerast av føroyskum fyritøkum. Tað er ikki beinleiðis trupulleikin hesaferð. Tað er longu greitt, at eingin føroysk fyritøka einsamøll klárar at veita fíggjarligu trygdina fyri at gera arbeiðið einsamalt. Tilboðini frá undangóðkendu fyritøkunum skulu vera inni í september. Skal endurvenjingin hjá sjúkrahúsunum vera nóg góð, skulu tey seta 17 terapeutar afturat. Tað sigur arbeiðsbólkurin, sum gjørdi tilmæli um samskipaða endurvenjing. Men tey, sum gjørdu menningarætlanina, taka ikki so rívan til. Semja er ikki millum fakfólk um, hvussu nógv neyðugt er at útbyggja endurvenjingina í sjúkrahúsverkinum. Í menningarætlanini fyri sjúkrahúsverkið verður mælt til at brúka fýra milliónir krónur afturat til fysioterpeutar og ergoterapeutar. Í tilmælinum um samskipaða endurvenjing verður mælt til at seta 17 ársverk afturat í sjúkrahúsverkinum, 13 í Havn og tvey á Tvøroyri og í Klaksvík, og tey kosta 8,5 milliónir krónur. So leingi endurvenjing liggur hjá trimum myndugleikum, sjúkrahúsverkinum, almannaverkinum og kommununum, verður sera torført at gera eina lóg, sum heilt greitt ásetir uppgávubýtið og ábyrgdarbýtið. Tað heldur arbeiðsbólkurin, sum hevur gjørt álit um skipaða endurvenjing. Arbeiðsbólkurin hevur uppskot um kunngerðir, sum siga, hvussu endurvenjingin skal býtast millum sjúkrahúsverkið og almannaverkið. Arbeiðsbólkurin mælir til, at øll endurvenjing verður uppraðfest, millum annað fyri at tryggja øllum tilboð um endurvenjing, sama hvar í landinum, tey búgva. Sambært tilmælinum um endurvenjing hevur Almannaverkið brúk fyri 3,6 milliónum afturat, skulu tilboðini um endurvenjingin vera nóg góð. Samstundis sum byggivinnan hevur úr at gera og hevur tryggjað sær arbeiði í meira enn eitt ár, vænta fleiri húsarhald, at tey fara at byggja í næstu framtíð. Sambært nýggjastu konjunturkanningini vænta alsamt fleiri húsarhald, at tey keypa ella byggja hús í komandi ári. Hetta hevur verið so nú í tvey trý ár, skrivar Hagstovan á heimasíðuni. Samstundis sum fleiri og fleiri ætla sær at byggja, fær byggivinnan longu sum er ikki gjørt alt arbeiðið, sum biðið verður um, tí trot er á arbeiðsmegi. Virksemið í byggivinnuni hevur verið stórt nú í nøkur ár. Sjálv metir vinnan, at virksemið er í hæddini. Men meira enn onnur hvør byggifyritøka hevur nú í fimm konjunturkanningum á rað svarað, at trot á fólki er størsta avmarkingin hjá vinnuni. Byggifeløgini hava í miðal tryggjað sær arbeiði 14 mánaðir fram í tíðina. Tað er tað longsta higartil, sambært nýggjastu konjunkturfrágreiðingini, ið sæst á Hagstovuni. Í fjør setti SEV upp fyrstu løðistøðirnar í landinum í Klaksvík. Talan er um skjótløðistøðir, sum ger tað møguligt at løða ein bil uppá 80 prosent uppá 20 minuttir, skrivar SEV í tíðindaskrivi. Sambært sama tíðindaskrivi fer SEV at seta næst at seta upp løðistøðir í Vestmanna, í Havn og á flogvøllinum. Enn er ikki upplýst, nær tað verður. Sølan av elbilum hevur enn ikki rættiliga tikið dik á seg í Føroyum. Men broytingin í vektgjaldinum, sum landsstýrið hevur sent til hoyringar, kann seta ferð á søluna, segði Poul Jákup Poulsen, stjóri í Auto Service í tíðindunum fyrr í dag. Fleiri kommunur eru komnar í eina fíggjarliga trongstøðu av samanleggingini. Men tær kommunurnar kunnu ikki vænta sær nakra broyting her og nú, sigur Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum. Tá skal fyrivarni takast fyri, at roknskapirnir fyri mai og juni í ár eru ikki lokaðir enn. Samgongan samtykti at lækka grundupphæddina í fólkapensjónini og hækka útgjaldið úr Samhaldsfasta. Tá segði landsstýrið, at landskassin fór at spara 42 milliónir krónur í fólkapensjón í ár, tá hækkaða viðbótin í pensjónini er tald við. Nógv, sum fara av oynni til arbeiðis, fara til handils á veg heim aftur. Vit keyptu sambært Kappingareftirlitinum fyri knappliga eina milliard krónur í teimum 51 matvøruhandlunum í 2014. Matvørur og aðrar gerandisvørur vórðu seldar fyri 976 milliónir krónur í 2014, men tá eru meirivirðisgjald og onnur avgjøld ikki tald við. Sambært yvirlitinum, sum Kappingareftirlitið hevur gjørt, vóru nógv flestir handlar upp á fólkið í Sandoynni, men har varð samstundis nógv minst selt upp á fólkið. Orsøkin er helst tann sambært Kappingareftirlitinum, at fólk arbeiða í aðrari oyggj og keypa sínar gerandisvørur har. Raskast at keypa eru fólk í Eysturoynni. Har var sølan upp á fólkið 22.000 krónur í 2014. Kappingareftirlitið nevnir tó møguleikan, at fólk í Norðoyggjum keypa í Eysturoynni á veg til hús frá arbeiði sunnanfyri. Í Føroyum eru dupult so nógvir matvøruhandlar fyri hvørji 1000 fólk sum í Danmark. Tað undrar Kappingareftirlitð, at eingin lágpríshandil, discounthandil, er í Føroyum. Tað sigur arbeiðsbólkurin, sum landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, setti í desember, at fyrireika framtíðarætlan fyri Fróðskaparsetur Føroya. Fyrsta uppskotið, hvussu verandi útbúgvingarlandslag í Føroyum kann mennast næstu árini, er nú klárt. Arbeiðsbólkurin mælir til, at byggingin verður framd í stigum soleiðis, at ymiskar eindir kunnu takast í nýtslu so hvørt. Hoyr samrøðuna við Sigurð í Jákupsstovu, rektara á Fróðskaparsetrinum, ið er ein av limunum í arbeiðsbólkinum. Kappingareftirlitið vil í seinasta lagi fríggjadagin frætta frá teimum, sum hava viðmerkingar um, at Bakkafrost keypir 51 prosent av partapeninginum í P f Faroe Farming í Vági frá smápartafelagnum Hjalli. Frammanundan eigur Bakkafrost 49 prosent í Faroe Farming. Kappingareftirlitið skal sambært kappingarlógini góðkenna keypið og boðaði fríggjadagin frá, at tað hevur fingið fráboðan um keypið. Kappingareftirlitið heitir tí á feløg og einstaklingar um at koma við viðmerkingum um yvirtøkuna í seinasta lagi 8. juli. Bakkafrost keypir tey 51 prosentini frá Hjalli fyri 75 milliónir krónur. Faroe Farming hevur trý aliloyvi í Suðuroynni. Men Bakkafrost letur tað eina, tað á Hovsfirði, innaftur, tí annars hevur Bakkafrost ov nógv aliloyvi. Hugskotið hjá klaksvíkingum at leiga strandfaraskipið Smyril 27. august at sigla KÍ fjepparar til Havnar í sambandi við steypafinaluna millum KÍ og Víking í Gundadali, hevur fingið góða undirtøku. Tað eru prentaðar 975 billettir. Tað, sum Smyril klárar at taka av ferðafólki. Eyðun Tórgeirsson er nevndarlimur í Bláu bylgjuni, sum er fjepparafelagið hjá KÍ. Sølan gongur væl, og tað er um at vera útselt, sigur hann. Ikki í lagi er ein nýggjur táttur, sum vit fara at hava hvørja viku í Summarmorgni. Í hesum tátti greina vit støður, ið stinga seg upp í gerandisdegnum. Vit hoyra eitt brot úr eini støðu, og síðani hoyra vit tveir ymiskar hættir, viðkomandi kann velja at takla støðuna uppá. Síðani skiftir okkara panel orð um, hvussu ein ber seg rættast at. Bilasølurnar sleppa ikki at umsita nummarplátur til bilar. Akstovan hevur ongar ætlanir um at lata bilasølurnar útflýggja teimum, sum keypa nýggjar bilar, nummarplátur. Bjørn Kalsø sigur, at fólk uttan fyri Havnina, har Akstovan er, noyðast í ringasta føri at bíða í nakrar dagar eftir nummarplátunum, tá tey keypa sær bil. Fert tú eitt nú úr Suðuroynni til Havnar at keypa bil, fært tú ikki bilin suður fyrr enn nakrar dagar seinni, tí Akstovan letur aftur klokkan trý seinnapartin og er ikki opin um vikuskiftið, sigur Bjørn Kalsø. Tí hevði tað lætt um hjá teimum, sum keypa bil, at tey samstundis kunnu fáa nummarpláturnar frá bilseljaranum, heldur løgtingsmaðurin. Hann sigur, at í øðrum londum umsita bilasølurnar nummarpláturnar. Henrik Old svarar, at Akstovan er skrásetingarmyndugleiki og eftirlitsmyndugleiki, sum millum annað skal ansa eftir, at nýggir bilar eru ábyrgdartryggjaðir og, at landskassin fær tey gjøld, hann eigur, fyri bilin, áðrenn bilurin verður skrásettur og fær sínar plátur. Elsa Berg og Brandar Heðinsson umboðaðu Unga Tjóðveldi, og Árni Guldborg Nielsen og Magnus Reinert Hansen umboðaðu Unga Samband í spurnakappingi hesa vikuna. Vrakini, sum eru frá veruligum ferðsluóhappum, standa á bingjum á fimm útvaldum støðum. Á bingjunum stendur Hin dagin eg hevði skund og sipar til sjónvarps , net og útvarpslýsingina við somu orðum. Tað eru tó ikki øll, ið fegnast um, at bilvrakini eru sett upp. Á Facebookvanganum hjá Ráðnum Fyri Ferðslutrygd spyr ein brúkari Skulu vit hyggja at eini bingju við ein krossveg, ístaðin fyri at hyggja at tí, sum fyriferst á vegnum Eisini eru avvarðandi, ið siga tað vera tyngjandi at verða mintur á ferðsluvanlukku, hvørja ferð koyrt verður fram við einari bingju. Kári Thorsteinsson, formaður í Ráðnum Fyri Ferðslutrygd, ásannar, at hetta er eymt, men at vrakini fáa bilførarar at hugsa seg um. Tað verður torførari og dýrari at byggja hús aftaná 1. januar 2017. Tá verða nýggj og herd krøv settar allari bygging í Føroyum Kommunurnar hava eisini fingið heimild at taka nýggj gjøld. Tjaldrið tók trolarin gjáranáttina fyri at fiska á stongdari leið á Føroya Banka, sum er friðað partar av árinum, tað vil siga frá 1. mai til 1. september. Skiparin varð skuldsettur fyri at hava fiskað á stongdu leiðini í tíðarskeiðnum 1. 3. juli. Men skiparin noktar seg sekan í at hava fiskað innanfyri. Sjagaklettur kom inn á Havnina gjáramorgunin, men fór avstaðaftur til fiskiskap mánakvøldið, eftir at ákæruvaldið hevði fingið trygd fyri veiðu, trol og reiðskap. Landskassin sparir góðar 4,2 milliónir um mánaðin, nú grundupphæddin í fólkapensjónini er minkað, og útreiðslan varð flutt yvir í Samhaldsfasta, sum hækkaði sítt útgjald. Løgtingsmaður, sum spurdi um grundupphæddina, fekk ymisk tøl frá tveimum aðalráðum. Landskassin hevur spart 21,2 milliónir krónur higartil í ár, tí grundupphæddin í fólkapensjónini minkaði. Ein løgtingsmaður fekk tó ikki sama talið, tá hann spurdi landsstýrið um grundupphæddina. Annað svarið sigur 6,4 milliónir spardar, í hinum er sparingin 17 milliónir krónur. Tá samgongan samtykti at lækka grundupphæddina í fólkapensjónini og hækka útgjaldið úr Samhaldsfasta í staðin fyri, segði landsstýrið, at landskassin fór at spara 42 milliónir krónur í fólkapensjón í ár. Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, svaraði Bjørn Kalsø fyrst í juni, at 17 milliónir krónur minni eru goldnar í grundupphæddini í fyrra hálvári. Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, svarar ein mánað seinni, at 6,4 milliónir krónur minni eru goldnar til 1. juli. Men svarið úr Fíggjarmálaráðnum er fyri alt fyrra hálvárið. Lækkingin í grundupphæddini kom ikki í gildi fyrr enn 1. februar í ár. Fólkapensjónin verður goldin forút, so tær 17 milliónirnar í svarinum hjá Eyðgunn Samuelsen eru spardar í februar, mars, apríl og mai. Fólkapensjónin fyri juli er ikki við, tí svarið hjá Almannamálaráðið er skrivað fyrst í juni. Men sparingin er 4,24 milliónir krónur hvønn mánað. Sambært uppskotinum hækkar barnafrádrátturin í landsskattinum úr 6.500 upp í 9.200 krónur um árið fyri hvørt barnið, sum er millum null og seks ár. Frádrátturin fyri børn millum seks og 17 ár verður óbroyttur, 6.500 krónur. Endamálið at lætta um fíggjarliga hjá smábarnafamiljum, sambært viðmerkingunum til lógaruppskotið frá Kristinu Háfoss. Broytingin í barnafrádráttinum skal koma í gildi á nýggjárinum, og hon er mett at kosta landskassanum 12 milliónir krónur í mistari inntøku. Tað verður ikki mett bert at vera av tí ringa, at pundið lækkar. Tað kann vera við til at gera búskaparligu støðuna betri, tí bíligari verður at keypa vørur úr Bretlandi. Størsti trupulleikin í Bretlandi er kortini, at fyritøkur, sum høvdu ætlanir um at gera íløgur, ikki hava gjørt íløgurnar, tí tær hava bíðað eftir úrslitinum av fólkaatkvøðuni. Støðan verður ikki betri av, at teir tríggir, sum vóru fremst í stríðnum, fyri ella ímóti bretska limaskapinum í ES, allir hava boðað frá, at teir leggja frá sær. Talan er um David Cameron, forsætisráðharra, Boris Johnson, sum skuldi vera eftirmaður hansara, og formannin í ES mótstøðuflokkinum, UKIP, Nigel Farage. Bretski fíggjarmálaráðharrin, George Osborne, hevur mælt til, at skatturin verður lækkaður, og at partafelagsskatturin skal úr 20 niður í 15 prosent. Stjórin í bretska tjóðbankanum, Mark Carney, hevur mælt til, at Bretland broytir pengapolitikkin. Tað kann hava við sær, at Bretland fer at toga restina av Evropa við sær. Hetta fer tó bert at henda um skilnaðurin verður gjørdur í sátt og semju, siga serfrøðingar. Samstundis arbeiðir europeiski miðbankin við eini ætlan um at stuðla londunum í Evropa, nú Bretland fer úr samveldinum. Noreg útflutti fiskavørur fyri 42,6 milliardir krónur fyrra hálvár. Laksur varð seldur fyri slakar 28 milliardir krónur, og vøksturin var næstan ein triðing í mun til í fjør. Tað er serliga hækkandi prísir, sum er orsøk til stóru framgongdina, upplýsir norska sjómatráðið. Eftirspurningurin eftir fiski økist kring allan heimin. Tá norska krónan samstundis er lækkað í virði, gongur væl at selja. Sølan til europeisku londini er tann sama sum í fjør, meðan útflutningurin til USA er vaksin. Fleiri í oynni harmast um óruddið, og ferðafólk eru bilsin. Kommunan er Føroya ríkasta fyri hvønn íbúgva, men hon tykist ikki halda órudd vera nakran trupulleika. Kringvarpið ætlaði at spyrja Amaliu í Frammistovu, borgarstjóra í Fugloy, um tað ikki hevði verið virðiligt og hóskandi, at múgvandi kommunan tók um endan og samskipaði eitt ruddingarátak. Men ein samrøða við Kringvarpið kom ikki upp á tal, segði hon, tá Kringvarpið vitjaði har mánadagin. Tað ætlar landsstýrið, sum hevur lagt fram uppskot um at broyta gamla vektgjaldið til umhvørvisgjald. Tey, ið selja el bilar, fegnast um broytingina. 1. januar 2021 enda teir í bíligasta bilbólkinum. Ein el bilaeigari sparir tá góðar 500 krónur um mánaðin í mun til tað, hann rindar í vegskatti í dag. Tá úrslitið hjá arbeiðsbólkinum, sum gjørdi menningarætlanin fyri heilsuverkið, varð umsett til føroyskt, varð nógv av tí, sum stóð um Klaksvíkar sjúkrahús broytt. Tað sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinna. Hon sigur, at á umráðandi økjum fyri Klaksvíkar sjúkrahús er úrslitið hjá arbeiðsbólkinum broytt, tá tað varð umskrivað til føroyskt. Niðurstøða er gjørd um eina felags sjúkrahúsleiðslu. Tað var als ikki við í arbeiðssetninginum hjá arbeiðsbólkinum, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinna. Tey siga, at Klaksvíkar sjúkrahús er fyri vanbýti í ætlanini, og felags sjúkrahúsleiðslan kom ikki í ætlanina fyrr enn í síðstu løtu. Millumlandasamstarvið um eftirlit við skipum og manningum hevur boðað frá, at frá september til november verður dentur lagdur á eftirlit við liviumstøðum og arbeiðsumstøðum hjá sjófólki. Tá herda eftirlitið var í fjør, varð einki føroyskt skip afturhildið. Men í september høvdu tvey føroysk skip fingið viðmerkingar um vantandi venjing í afturlatnum rúmum. Eitt fosturheim er ein familja, sum hevur børn og ung búgvandi hjá sær til fosturs. Meðan barnið er til fosturs, fylgja barnaverndartænastan og Fosturforeldraskipanin við støðuni og vitja í fosturheiminum. Talan kann eisini verða um at hava børn til umlættingar í styttri tíðarskeið, eitt nú um vikuskifti, sigur Barnaverndarstovan , ið sóknast eftir fosturheimum. Endamálið við umlætting er at lætta um hjá foreldrum, sum vanliga hava eitt gott samband við barnið, men sum ikki hava orku til at ansa barninum allatíðina. Sambært BBC boðaði Stephen Crabb, sum hevur verið ein av kandidatunum til formanssessin í konservativa flokkinum frá, at hann tekur seg úr stríðnum. Hetta hendi bert fáar tímar eftir fyrstu atkvøðugreiðsluna millum parlamentslimirnar hjá flokkinum, um hvørji tvey skulu kappast um at gerast næsti formaður floksins. Greinin heldur fram niðanfyri. Harafturat fall Liam Fox til atkvøðugreiðsluna, tí hann fekk fægst atkvøður, so hann er eisini úti av stríðnum. Harvið eru bert tríggir kandidatar eftir. Stríðið fer tískil at standa í millum løgmálaráðharran, Michael Gove, orkumálaráðharran, Andrea Leadsom, og innanríkisráðharran, Theresu May. Tað var júst Theresa May, ið vann fyrstu atkvøðugreiðsluna um formanssessin og hon er tískil favorittur í løtuni. Hon fekk 165 atkvøður, sum er meira enn helmingurin av parlamentslimunum hjá Konservativa flokkinum. Næstflestar atkvøður fekk Andrea Leadsom Tískil bendir nógv á í løtuni, at tað verður ein kvinna, sum tekur yvir eftir David Cameron og flytur inn í Downing Street nummar 10 í heyst. Men enn er ein atkvøðugreiðsla eftir, sum skal endaliga gera av, hvørjir tvey valevni limirnir í flokkinum skulu velja ímillum. Hendan atkvøðugreiðslan verður hósdagin. Tá atkvøðugreiðslan er av, verður greitt, hvørji tvey formansvalevni limirnir í konservativa flokkinum sleppa at velja ímillum. Men tað valið verður tó ikki fyrr enn 9. september. Listasavnið vil koma í samband við so nógv fólk sum gjørligt, ið hava málningar eftir Jack Kampmann. Hetta fyri at fáa eitt breitt yvirlit av hansara list. Jack Kampmann, sum var dani, livdi frá 1914 til 1989. Hann kom til Føroya sum hermaður í 1941. Í 1948 flutti hann til Føroya, bleiv giftur og búsettist í Vestmanna. Jack Kampmann hevði stóra ávirkan á føroyskar samtíðarmálarar. Eitt nú Ingálvur av Reyni, sum eftir at hava fingið íblástur frá Jack Kampmann, bleiv meira abstraktur og brúkti fleiri jørðlitir. Teir tríggir SIFI peningastovnarnir í Føroyum lúka framvegis krøvini til SIFI bankar. Tað hevur Danska Fíggjareftirlitið staðfest. Ein SIFI banki er ein banki, sum verður mettur at vera so týðandi, at fer hann á heysin, fær tað svárar avleiðingar fyri alt samfelagið. Tí eru serlig krøv sett hesum bankum. Kemur ein SIFI banki í trupulleikar, verða átøk alt fyri eitt sett í verk fyri at tryggja, at bankin ikki letur aftur. Men samstundis eru strangari krøv um kapital sett SIFI bankunum. Týdningarmiklari bankin er mettur at vera fyri samfelagsbúskapin, størri eru kapitalkrøvini til bankan. Í Føroyum eru BankNordik, Eik banki og Norðoya sparikassi SIFI peningastovnar. Danski vinnumálaráðharrin ásetur serligu krøvini til SIFI peningastovnar. Krøvini til ein SIFI peningastovn eru, at javnin er størri enn 13 prosent av føroysku bruttotjóðarúrtøkuni, at útlán og innlán eru eru størri enn tíggju prosent av øllum útlánum og innlánum hjá føroysku peningastovnunum. Sambært Fíggjareftirlitinum hevði BankNordik nógv tann størsta javnan í fjør. Javnin var 110,7 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni, hjá Eik var hann 55,5 prosent og 15,2 prosent hjá Norðoya sparikassa. BankNordik hevði eisini størstu útlánini í 2015, 45,2 prosent av øllum útlánum í Føroyum. Men innlánini vóru størst hjá Eik banka, 43,5 prosent av øllum innlánum. Eva Drewsen og Thomas H. L. Giehm hava fingið krónur 15.000 í part til uttanlandsuppihald í sambandi við útbúgving Eva Drewsen er 25 ára gomul og lesur Softwareudvikling ella KT menning á IT Universitetinum í Keypmannahavn. Hon hevur tikið Bachelor á Fróðskaparsetrinum og er síðan farin undir Kandidatútbúgvingina í Keypmannahavn. Eva fær Eik legatið til at taka eina lestrarhálvu á University of Technology í Sydney í Australia. Við Brúnna verður leygardagin tann 9. Juli 2016 á Oyrarbakka. Omanfyri 15 føroyskir bólkar og einstaklingar fara at framføra á útipalli frá klokkan 15 seinnapartin til 3 um náttina. Málið er at skapa eina góða uppliving og eitt umhvørvi fyri ung sum eldri, har tónleikur og hugni er í fokus, siga fyriskipararnir Oscar Pistorius, best kendur sum Bladerunner, varð fyri løtu síðani dømdur seks ár í fongsul fyri tilætlað at hava dripið unnustuna, Reeva Steenkamp. Í desember dømdi Hægstirættur í Suðurafrika Oscar Pistorius fimm ár í fongsul fyri drápið. Í morgun varð dómurin broyttur og longdur við einum ári afturat. Greinin heldur fram niðanfyri. Reeva Steenkamp, unnustan hjá Oscar Pistorius, varð skotin fýra ferðirnar ígjøgnum eina hurð, tá hon læsti seg inni á einum baðirúmi í húsunum, tey búðú í í 2013. Ákærumyndugleikin heldur, at Pistorius tilætlað skeyt unnustuna tá tey skeldaðust við hús fyri meira enn trimum árum síðani. Ákærin kravdi fongsul í 15 ár. Nógv kjak hevur verið, hvørt tað er rætt at halda summarfrítíð uttan børnini. Í Danmark gerst hetta meira vanligt, tí foreldrini hava brúk fyri frítíð uttan børnini. Fleiri pedagogar hava rópt varskó, tí børn hava, eins og foreldur, tørv á at halda summarfrí. Lagið var gott tá reisigildi var í Marknagili seinnapartin týsdagin. Men handan føgru orðini og lyftini um ein glasiligan skúladepil, sum heldur prísin og verður liðugur at taka í nýtslu næsta summar, spøkir eitt umfatandi og drúgt gerðarrættarmál. Stór ósemja er millum TG Verk og Landsverk um, hvørji arbeiði og eykaarbeiði eru umfatað av sáttmálanum. Fyrstu krøvini eru latin einum gerðarætti at taka støðu til, og fleiri eru áveg. Mánaðarskiftið apríl mai var Tórshavnar Kamarkór í Írlandi og sang á altjóða kendu kórkappingini, The Cork international Choir Festival. Sølan av sild, makreli og botnfiski í Barentshavinum verður frá 11. til 22. juli. Selt verður á opnari og afturlætnari uppboðssølu. Fiskamarknaður Føroya stendur fyri opnu uppboðssøluni. 11. juli verða 1200 tons av botnfiski í Barentshavinum seld, 14. juli verða seld 3.500 tons av makreli og 2.000 tons av sild og 21. juli verða seld 3.500 tons av makreli og 2.000 tons av sild. Seinasta freist at lata boð inn er á middegi, hósdagin 14. juli uppá 600 tons av botnfiski í russiska partinum Barentshavinum, mánadagin 16. juli á middegi er seinasta freist at bjóða uppá 600 tons av botnfiski í norska partinum av Barentshavinum. Hósdagin 21. juli á middegi er seinasta freist at bjóða uppá 600 tons av botnfiski í russiska partinum av Barentshavinum og fríggjadagin 22. juli á middegi er seinasta freist at bjóða uppá 2.000 tons av makreli. Rættindini til at veiða svartkjaft verða boðin út um mánaðarskiftið august september 2016 í viku 35 og 36 . Hvussu bjóðast skal, sæst á heimasíðuni hjá Fiskamarknaðinum. Vørn stendur fyri afturlatnu uppboðssøluni. Tey sum ætla at bjóða, fáa meir at vita á Fiskamarknaði Føroya og hjá Vørn, boðar Fiskimálaráðið frá. Samtøkini, sum P f Eystur og Sandoyartunlar hava undangóðkent, tað eru samtøkini, sum sleppa at bjóða upp á arbeiðið at gera Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin, hava freist til hálvan september at lata inn tilboð. Bergur Poulsen, nevndarformaður, vil ikki siga, hvussu nógv samtøk eru undangóðkend. Hann sigur, at føroyskar fyritøkur eru við í nøkrum samtøkum, men tó ikki í øllum. Samtøkini hava fingið útbjóðingartilfarið, sigur Bergur Poulsen. Enn er eingin avtala gjørd um fíggingina til undirsjóvartunlarnar. Fleiri samtøk eru áhugað, og eisini her eru føroyskir lánveitarar við í onkrum samtaki. Metingin sigur, at Eysturoyartunnilin kostar eina milliard krónur og Sandoyartunnilin 865 milliónir krónur. Men hetta er ein meting. P f Eystur og Sandoyartunlar væntar, at fyrsta skotið í Eysturoyartunlinum verður latið av í ár. Tá liðugt er at bora Eysturoyartunnilin, verður farið undir Sandoyartunnilin. Tað verður í 2018. Eysturoyartunnilin kemur upp norðan fyri Hvítanes. Undir munnanum á Skálafjørðinum verður rundkoyring. Frá rundkoyringini fer so annar tunnilin til Runavíkar og hin til Strendur. Í lógini um tunlarnar báðar er ásett, at Sandoyartunnilin verður millum Gomlurætt og Traðadal. Hestur verður ikki knýttur í tunnilin. Og haldið okkum tilgóðar, at tað í innslagnum verður sagt, at Smyril rør við seksmannaførum við kvinnum. Tað rætta er seksmannafør við monnum Fleiri starvsfólk verða sett, og leiðarar fáa størri heimildir, millum annað fíggjarligar. Ein umfatandi kanning, sum er gjørd seinasta hálvt annað árið, og samrøður við allar partar eru grundarlagið undir nøkrum átøkum, sum koma longu nú í summar. Tær seks kommunurnar í Norðoyggjum býta tær fýra milliónirnar millum sín eftir, hvussu nógv fólk eru 67 ár ella eldri í kommununi. Klaksvíkar kommuna er nógv tann størsta. Hennara partur næsta ár verður 3,6 milliónir krónur. Av teimum tveimum milliónum, sum skulu brúkast í ár, eigur Klaksvíkin 1.780.000 krónur. Hoyr samrøðuna við Jógvan Skorheim, ið er formaður í stýrinum fyri Norðoya Bú og heimatænastu. Lionel Messi, heimskendi argentinski fótbóltsspælarin, sat í juni á ákærubeinkinum. Nú er dómur fallin í málinum, skrivar tíðindastovan, Reuters. Bæði hann og pápin eru dømdir 21 mánaðar treytaða fongsulsrevsing tí teir hava svikað við skatti. Tað er niðurstøðan hjá rættinum í Barcelona. Messi skal, umframt treytaða fongsulsdómin, eisini gjalda eina bót til spanska landskassan, 3,7 milliónir evrur, skrivar tíðindastovan, AFP. Málið móti Lionel Messi og pápanum, Jorge Horacio Messi, kom undan kavi í 2013. Sambært ákærumyndugleikanum fór skattasvikið fram frá 2007 2009. Messi familjan hevur snýtt skattamyndugleikarnar fyri meira enn 30 milliónir krónur við at brúka feløg í Belize og Uruguay, siga myndugleikarnir í Spania. Peningurin, teir nú eru dømdir fyri at hava svikað við, stavar frá stórum sponsoravtalum við fleiri stór feløg, sambært skattamyndugleikunum í landinum. Í sambandi við breiðkan av vegi, hevur Landsverk ætlan um at sáa í benið, og tí er søkt um undantaksloyvi at taða øki í Neytaskriðuni á Gjáarvegnum. Umhvørvisstovan heldur, at tað hevur týdning, at sátt verður í øki, sum verða løgd ber í sambandi við vegagerð og annað fyri at forða fyri erosjón. Í loyvinum er tó treyt sett um, at taðast skal bara á økinum, har svørðurin er grivin omanav. Avgerðin kann kærast til Innlendismálaráðið. Samsek kunnu náa at beina burtur prógv, segði ákærin. Verjin hjá manninum hevði ongan viðmerking til tað, og dómarin játtaði hesum. Rættarfundurin vardi í 23 minuttir. Ákærin segði eftir rættarfundin, at handtøkan av manninum er longd í tríggjar ferðir 24 tímar. 563 fólk vilja sleppa inn á Fróðskaparsetur Føroya at lesa í ár. Hetta eru 184 fleiri enn í fjør Høvuðsorsøkin er nýggj útbúgvingartilboð, men samstundis sum talið á umsóknum setur met, er greitt, at talið á teimum, sum fáa noktandi svar, eisini verður methøgt í ár. Fyrisitingin fer nú undir at viðgera umsóknirnar. Boð um upptøku verða send í seinasta lagi mikudagin 20. juli 2016. Í fjør søktu 379 fólk inn á setrið, harav fingu 248 bjóðað pláss. Hoyr innslagið og samrøðuna við Jørgen Meitilberg, fyrisitingarstjóra á Fróðskaparsetri Føroya. Meðan nakrir føroyingar í gjár fegnaðust um grindina í Hvannasundi, er ikki sama gleðin at hóma millum útlendingar, ið siga sína hugsan á talgildu miðlunum. Myndir á talgildu miðlunum hava enn einaferð loypt øði í útlendingar, ið nú siga sína meining um grindadrápið í Hvannasundi mikudagin, tá 43 hvalir løgdu beinini. Hjá Norðlýsinum merkist tað, at grindadráp var í Hvannasundi mikudagin. Tað hevur elvt til øsing millum útlendingar eftir at blaðið í gjár legði greinar á heimasíðuna. Lýsingarorðini frá útlendingunum eru ikki vøkur, og sjálvt børnini verða skýrd fyri líkt og ólíkt, skrivar Norðlýsið á heimasíðu síni. Tað er serliga ein myndarøð hjá blaðnum, sum hevur fest í hjá útlendingum, har útlendingar hava skrivað nógvar ógvusligar viðmerkingar. Tað er ikki bara í føroysku miðlunum, at grindadrápið aftur loypir øði í útlendingar. Tað ger tað millum annað eisini á sosiala miðlinum Twitter , ið 300 milliónir fólk brúka regluliga. Greinin heldur fram niðanfyri. Á Twitter heita fólk eisini á keyparar um at revsa føroysku alifyritøkurnar, og lata verða við at keypa føroyskan alilaks, so leingi føroyingar framvegis drepa grind. Útlendingar ilskast eisini og siga sína meining um grindadrápið í eini grein hjá tíðindatænastuni Yahoo , har brúkarar heita á onnur fólk um ikki at ferðast til Føroya. Føroya Reiðarafelag fer at stevna landsstýrinum eftir endurgjaldi fyri mistar inntøkur, tí landsstýrið í lógini um uppboðssøluna, hevur slept manningunum undan at verða við til at gjalda fyri keyptu kvoturnar. Gary Robinson, formaður í Shetlands Islands Council, landspartastjórnini í Hetlandi, tekur undir við ynskinum úr Føroyum at sleppa við á næsta toppfundin hjá skotsku oyggjunum, skriva Shetland News . Eftir ein fund við eina sendinevnd úr Føroyum skrivaði Angus MacNeil, tingmaður í Suðuroyggjum, til myndugleikarnar í Suðuroyggjum og spurdi, um Føroyar kunnu vera vera við á toppfundinum hjá skotsku oyggjunum seinni í ár. Slíkir toppfundir vóru fyri 2012, tá sitandi Shetlands Islands Council tók við. Eftir ein fund við føroyska sendimannin í London, Áka Johansen, í Hetlandi, sigur Gary Robinson seg vera sinnaðan at viðgera felagsmál so sum breiðband og flutning. Gary Robinson sigur við Shetland News, at Føroyar vóru við á toppfundunum fyri nøkrum árum síðani, men hetta hevur verið forsømt seinastu árini. Ein fundur um felags áhugamál verður fyrireikaður, sigur Gary Robinson. Millum annað framhaldandi samstarv við Føroya Tele og ferðasamband millum Hetland og Føroyar vera á fundarskránni. Petra Joensen er fødd og uppvaksin í Gásadali, og hon býr einsamøll í gomlu húsunum hjá foreldrunum. Hennara gerandisdagur minnir nógv um gerandisdagin soleiðis, sum hann var í Føroyum fyri nógvum árum síðani. Kolovnurin stendur í køkinum enn, og kúgvin er í kjallaranum enn. Petru dámar ógvuliga væl friðin, sum er í Gásadali, og modernaða brúkarasamfelagið sigur henni púra einki. Annu Kirstin Thomsen harafturímóti dámar best at vera har, sum nakað hendir. Hon býr á Tvøroyri, og her er hon kend í býarmyndini sum ein modernað og nýskapandi dama. Saman við beiggja sínum, eigur hon Pubbina, sum tey hava gjørt í gomlu krambúðini hjá Thomsen, sum var langabbi Annu Kirstin. Pubbin er blivin eitt rættiligt innstað á Tvøroyri, men hetta við at stinga nøsina ov langt fram og royna nýggjar leiðir er ikki bara lætt. Nógv eru bangin fyri at eldast og doyggja, og tað havi eg eisini verið. Men eg havi gjørt upp við meg sjálva, at hetta er ein nátúrligur partur av lívinum. Í kvøld, stutt eftir midnátt, kemur eitt Airbus 320 leiguflogfar við 180 ferðafólkum í Vágar. Og tað er met. Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn, er fegin. Ferðafólk, farið heim. Flóttafólk vælkomin, stendur skrivað á húsaveggjum í Palma, høvuðsstaðnum í Mallorka, skrivar tíðindastovan, AFP . Ferðavinnan á Mallorka fer í ár at seta nýtt met. Tá árið er runnið, hava væntandi fleiri enn 10 milliónir ferðafólk vitjað oynna, verður mett. Men, tað fellur ikki í góða jørð hjá øllum íbúgvum á Mallorka, at vøksturin í ferðavinnuni seinastu seks árini hevur verið 70 prosent. Vøksturin í ferðavinnuni fær nú fólk á oynni at tala at. Tey kenna seg trýst burtur av teimum nógvu ferðafólkunum, sum vitja oynna. Húsaprísirnir eru trýstir upp, tað er torført at finna parkeringspláss og siðbundna lívið á feriuoynni verður órógvað, sigur ein minnilutabólkur, ið mótmælir. Í gamla býarpartinum í høvuðsstaðnum, Palma, kosta íbúðir nú so nógv, at lokal fólk ikki hava ráð at keypa. Útlendingar keypa nú 40 prosent av øllum íbúðum. Samveldistingið fer væntandi at samtykkja at víðka um lógligu ásetingina av hugtakinum, neyðtøka, skrivar BBC News. Eitt uppskot, sum í Týsklandi millum fólk vanliga verður kallað Nei merkir nei reglugerðin . Kritikkarar hava leingi hildið, at Týsklandi hevur haltað langt aftan fyri onnur framkomin lond, tá tað kemur til neyðtøkulógarverkið, men spurt verður eisini, um hetta loysir trupulleikan. Undir verandi lóggávu í Týsklandi skal eitt offur hava brúkt sjálvvart seg sjálvt fyri at talan skal vera um eina neyðtøku. Bara at siga nei, er ikki nóg mikið til at fáa ákærda dømdan, og ongar neyvar ásetingar finnast sum siga, nær fólk hava givið sítt samtykki. Hetta hevur við sær, at nógvir brotsmenn sleppa væl frá neyðtøku. Sambært eini kanning frá 2014, hjá týska felagsskapinum, BFF, ella tað, sum svarar til Kvinnuhúsið í Føroyum, hava tey kannað 107 neyðtøkur. Tey, sum hava gjørt kanningina, siga, at í hvørjum einstøkum dømi var talan um kynsligan ágang, har offrið hevði munnliga gjørt mótstøðu og sagt nei, og annaðhvørt var málið ikki tikið upp, ella varð ongin dømdur fyri ágangin. Kanningin staðfestir, at lóggávan leggur ov nógvan dent á, um offrið hevði gjørt mótstøðu ella ikki, og at lóggávan endurspeglar ikki tann veruleikan, sum er, har fólk eru fyri kynsligum ágangi. Bara ein av hvørjum tíggju neyðtøkum í Týsklandi verður meldað til løgregluna. 10 prosent av rættarmálunum enda við dómi sambært BBC News. Kærunevndin hjá Arbeiðsloysisskipanini vil hava fleiri upplýsingar frá ALS og Bakkafrosti, áðrenn hon tekur støðu til kæruna hjá Bakkafrosti um avgerðina hjá ALS at krevja pengar aftur frá Bakkafrosti. Arbeiðsloysistryggingin krevur slaka hálva aðru millión krónur aftur frá Bakkafrosti. ALS heldur uppá, at okkurt um 230 arbeiðsfólk í Bakkafrost samtakinum av órøttum fingu pengar úr Fiskavirkisskipanini. Sambært ALS vórðu fólkini send í feriu í ein mánað, frá 19. desember í 2014 til 19. januar í 2015, tí laksaprísurin var lágur. Tí høvdu tey ikki rætt til pengar úr Fiskavirkisskipanini. Bakkafrost heldur, at hendan niðurstøðan er skeiv. Fyritøkan sigur, at eingin laksur var at arbeiða hesar vikurnar. Arbeiðsloysisskipanin tvíheldur um, at Bakkafrost hevði laks at arbeiða í desember 2014. Men virkið tók við vilja ikki laks eina tíð, tí laksaprísurin var so lágur, sigur ALS. Og ein slík støða gevur ikki rætt til pengar úr fiskavirkisskipanini, sigur ALS. Bakkafrost kærdi tíðliga í vár avgerðina hjá ALS. Kærunevndin viðgjørdi kæruna mánadagin. Avgjørt varð at biðja Bakkafrost og ALS um fleiri upplýsingar. Kærunevndin hevur fund aftur hálvan august. Uni Leitisstein Hansen og Niels Uni Dam hava hjálpt til at skipa og skriva um rokksøguna í nýggjari tíð, og Birgir Kruse var eisini við til at gera beinagrindina í byrjanini. Manningar hava ikki fingið milliónirnar, tá kvotur eru seldar millum reiðaríir. Tí skulu manningar heldur ikki gjalda fyri kvoturnar Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður, nú Føroya Reiðarafelag hevur boðað frá, at tað fer at stevna landsstýrinum eftir endurgjaldi fyri mistar inntøkur, tí landsstýrið í lógini um uppboðssøluna, hevur slept manningunum undan at verða við til at gjalda fyri keyptu kvoturnar. Talan kann vera um fleiri milliónir krónur í endurgjaldi, alt eftir hvussu skipanin við uppboðssøluni fer at virka. Serligt útgjørd skip hava áður siglt landnyrðings og útnyrðingsleiðirnar millum Kyrrahavið og Atlantshavið, men tað er fyrstu ferð, at ferðafólkaskip sigla báðar leiðirnar eitt summar. 16. august loysir týska skipið, Hanseatic úr Tromsø, við kós móti Kyrrahavinum. Umborð eru 170 fólk. Skipið hevur kós móti Alaska. 16. august loysir eisini stóra amerikanska ferðafólkaskipið, Crystal Serenity úr Alaska, við 1700 fólkum umborð og við kós móti New York. Crystal Serenity siglir ikki einsamalt. Eitt minni skip skal sigla við allan túrin sum trygd, og amerikanska sjóverjan hevur sett tvær tyrlur av til at taka sær av møguligum neyðstøðum saman við kanadisku bjargingartænastuni. Trygdin í Arktis hevur verið heita evnið á fleiri arktiskum fundum seinastu árini og verður mett at vera ein fortreyt fyri, at ferðafólkaskip og farmaskip kunnu sigla hesar báðar leiðirnar regluliga. Men oljukreppan í fjør og í ár hevur gjørt leiðina minni áhugaverda. Tey flestu vænta tó, at leiðirnar fara at spæla ein stóran leiklut eisini í Føroyum komandi árini. Tróndur í Gøtu fer eisini í norskan sjógv og íslendskan sjógv. Tvey føroysk nótaskip eru við í árligu makrelkanningini í landnyrðingspartinum av Atlantshavi. Grønland hevur leigað Finn Fríða til kanningarnar. Harafturat eru eitt íslendskt skip og tvey norsk við í kanningunum. Endamálið við kanningini er at meta, hvussu stórur makrelstovnurin er. Tey fimm skipini fara víða um. Kanningarøkið er tríggjar milliónir ferkilometrar. Øll skipini brúka somu útgerðina. Fýra granskarar hjá Havstovuni eru við Tróndi í Gøtu. Hóast fremsta endamálið er at kanna makrel, verða onnur uppsjóvarfiskasløg eisini kannað, so sum svartkjaftur. Harafturat verður kannað, hvussu hvalur ávirkar makrel, svartkjaft og norðhavssild. Trolvirkið Vónin varð selt íslendska felagnum Hampiðjan fyri 333 milliónir krónur. Av teimum fekk íløgufelagið Tjaldur 245 milliónir krónur, skrivar Dimmalætting á heimasíðuni. Prísurin hevur áður ikki verið kendur. Íløgufelagið Tjaldur átti, gjøgnum dótturfelagið Kerið, góð 73 prosent av partabrøvunum í trolvirkinum. Hinar 80 milliónirnar eru, sambært Dimmalætting, býttar millum hinar eigararnar. Norðoya Íløgufelag átti 21 prosent og tí fekk slakar 70 milliónir krónur í sín part. Íslendska fyritøkan Hampiðjan og Varðin í Gøtu keyptu í 2014 trolvirkið Sílneti í Klaksvík og millum annað tí mátti Kappingareftirlitið góðkenna keypið av Trolvirkinum Vónin. Tað gjørdi Kappingaeftirlitið í vár. Sigast kann, at Vónin og Hampiðjan hava býtt um leiklut. Vónin keypti í 2006 22 prosent av íslendska felagnum og var eitt skifti næststørsti partaeigarin í íslendska felagnum. Uppboðssølan, sum byrjar mánadagin, fer væntandi at geva einar 50 milliónir krónur í 2015. Parturin hjá landinum fer tó ikki í búskapargrunnin Pengarnir, sum landið fær fyri at selja fisk á uppboðssølu í ár, fara ikki í Búskapargrunnin. Orsøkin er, at arbeitt verður við at broyta lógina fyri búskapargrunnin, og fyrr enn tað er liðugt verða ongar broytingar gjørdar. Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, nú uppboðssølan av fiski byrjar mánadagin. Í rættinum seinnapartin kom fram, at maðurin keypti hasjið á Christiania á Amager. Mikudagin kom hann til Føroya við hasjinum, sum hann hevði fjalt innvortis. Maðurin varð kannaður í tollinum í Vágum, og varð síðani handtikin. Ákæruvaldið kravdi unga mannin dømdan treytaleysa fongsulsrevsing fyri at royna at smugla inn hasj, og fyri at hava ætlanir um at lata øðrum hasj. Tað, sum eg ikki brúki sjálvur, bjóði eg øðrum, tá vit eitt nú eru í morgunballi. Tá plaga øll at fáa burturav tí, sum vit hava, segði 26 ára gamli maðurin í rættinum. Dómarin lurtaði, men dømdi mannin 30 daga fongsul, og mælti unga manninum til kortini at halda lyftið, um ikki at gera tað aftur. Maðurin góðtók dómin. Nú er klárt at byrja upp á arbeiðið at útbyggja parkeringsøkið við flogvøllin. Vága Floghavn og J og K Petersen hava skrivað undir sáttmála um útbýggingina. Arbeiðið fer at kosta 40,2 milliónir krónur. Sáttmálaupphæddin fyri hesa arbeiðstøkuna er 40,2 milliónir krónur. Arbeiðsøkið fevnir um umleið 40.000 fermetrar. Arbeiðið, at útbyggja parkeringsøkið við flogvøllin, byrjar 1. september. Tað skal eftir ætlan verða liðugt um eitt ár, 1. september 2017. Formaðurin í vinnunevndini hjá Altinginum, Jón Gunnarsson í Sjálvstæðisflokkinum, hevur skotið upp, at í staðin fyri at krevja veiðigjald frá reiðarum, eigur partur av kvotuni at verða tikin frá teimum og seldur á almennum uppboði. Jón Gunnarsson sigur í samrøðu við sjónvarpsstøðina Hringbraut, at við at selja fisk á uppboðssølu, sleppa tey, sum hava ov lítlar kvotur, og tey, sum hava hug at royna seg í fiskivinnuni, fram at fiskinum. Samstundis ber til at forða fyri, at stóru reiðaríini fara við øllum fiskinum. Jón Gunnarsson sigur, at til ber at selja fleiri 10.000 tons á uppboði. Hann hevur tosað við Sigurð Inga Jóhannsson, forsætisráðharra, um uppboðssøluna. Ikki óvæntað eru reiðarar í Íslandi í móti uppboðssølu av fiski, tí hon fer at forða fyri langtíðarætlanum og langtíðaríløgum hjá reiðaríunum, siga teir. Norðoya Kunningarstova upplýsir, at allir ferðaseðlarnir 975 ferðaseðlarnir eru nú bílagdir, og harafturat standa 181 fólk á bíðilista, um so verður, at pláss verða tøk. Tey, ið hava bílagt sær ferðaseðil, hava skulað sagt navn til hvønn einstakan ferðaseðil, fyri at tryggja at fólk einans keypa ferðaseðil til egna nýtslu, og at ongin leggur ferðaseðlar inn undir til at selja víðari. Norðoya Kunningarstova væntar, at fáa ferðaseðlarnar norður 18. juli, og tá verða teir útflýggjaðir teimum 975, sum hava fingið pláss við Smyrli. Tað, sum skuldi havt verið ein friðarlig mótmælisgonga í móti viðferðini hjá politinum mótvegis littum amerikanarum í seinastuni, men tað endaði við ruðulleika, tá ein røð av skotum vórðu latin av. Sambært politinum bleiv skotið niður í mannamúgvuna, og politiið heldur, at talan kann vera um tveir sniðskjúttar, sum hava ligið uppi á onkrum taki ella staðið í onkrum vindeyga. Greinin heldur fram niðanfyri. Vit væntaðu ikki, at nakað fór at henda hesaferð. Vit vóru ein blandaður flokkur í mótmælisgonguni, bæði svørt, hvít og latinos, sigur vitnið fyri CNN. Eitt annað vitni, Jamal Johnson, var mitt í rúgvuni, tá skotini vórðu latin av. Teir skutu eftir politinum, og eg sá politistar verða raktar, sigur hann fyri CNN. Orsøkin til mótmælisgonguna er, at politiið hevur dripið tveir littar mans í Minnesota og Louisiana seinastu dagarnar. Mótmælisgongur vóru tí eisini í øðrum amerikonskum býum í gjárkvøldið. Á Svangaskarði spældu Víkingur og Ventspil úr Letlandi. Dysturin endaði 2 0 til gestirnar. Víkingur fekk tunga mótbrekku, tí tá 60 minuttir vóru farnir av dystinum, vóru teir 9 móti 11. Í 52. minutti fekk Andreas Olsen sítt seinna gula kort og mátti av vøllinum, og í 60. minutti hendi tað sama við Hans Jørgeni Djurhuus. Víkingur spældi sostatt við 9 monnum í góðan hálvan tíma. Dysturin endaði 2 0 til Ventspil, júst sum tann fyrri dysturin. Í Gundadali spældu HB og FC Levadia Tallin, tann dysturin endaði eisini við 2 0 sigri til gestirnar. Fyrri dysturin endaði við 1 1 javnleiki, so samanlagt vann estiska liðið 3 1. Í staðin fyri fer rakstraravlopið til teirra, sum hava tryggingar í Lív. Tað sigur Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum, sum er størsta fakfelagið í P f Fakfelag. Súni Selfoss sigur, at fakfeløgini keypa Lív fyri at tryggja sær beinleiðis ávirkan á hvussu teir nógvu pengarnir, limirnir í feløgunum gjalda til í Lív, verða handfarnir. Endamálið er ikki at reka forrætning, sigur formaðurin í Starvsmannafelagnum. Ætlanin er, at leiðslan og starvsfólkini hjá Lív halda fram eftir 1. september, tá eigaraskiftið verður. Tryggingareftirlitið hevur góðkent, at P f Fakfelag keypir helvtina av P f Lív Holding. Hina helvitina fær Ognarfelagið Lív. Smápartafelagið Fakfelag varð stovnað í oktober 2012. 17 fakfeløg eru nú í felagnum. Men longu í mars 2012 fóru fakfeløgini undir at keypa helvtina av Lív. Fyrst í mai í 2012 góvu 23 fakfeløg landsstýrinum, sum eigur Lív, eitt tilboð. Tilboðið var 35 milliónir krónur. 14. desember í 2012 undirskrivaðu 18 fakfeløg, sum tá vóru í felagnum Fakfelag, sáttmála við Vinnumálaráðið um at keypa helvtina av partabrøvunum í Føroya Lívstrygging fyri 35 milliónir krónur. Men ikki fyrr enn í juni í ár góðkendu Tryggingareftirlitið og Tryggingarráðið keypið. Hóast verri enn so øll fakfeløgini eru í P f Fakfelag, eru hini, sum hava sínar limir tryggjaðar í Lív, umboðað gjøgnum Ognarfelagið Lív. Restin av umsóknunum vórðu tiknar aftur ella eru enn ikki liðugt viðgjørdar. Tað boðar Almannaverkið frá í tíðindaskrivi í morgun. Higartil hava familjurnar fingið 1,7 milliónir krónur í familjuískoyti. Ískoytið var eitt eitt av málunum, sum Javnaðarflokkurin fór til val uppá seinast. Tað eru stakir uppihaldarar, hjún ella samlivandi, ið hava børn undir 18 ár, sum hava eina árliga inntøku uppá 190.000 krónur ella lægri, sum kunnu søkja um fult familjuískoyti. Er árliga inntøkan hægri enn 190.000 krónur, kann søkjast um skert familjuískoyti, sum verður ásett av umstøðunum hjá umsøkjaranum, boðar Almannaverkið frá Hámarkið fyri fult familjuískoyti hækkar úr 190.000 upp í 200.000 krónur 1. august 2016, sigur Almannaverkið eisini í tíðindaskrivinum. Stríðið um at gerast forkvinna fyri Konservativa flokkinum og harvið eisini næsti bretski forsætisráðharrin fer at standa í millum Theresa May og Andrea Leadson. Tað er greitt, eftir at Michael Gove, triðja valevni, fall í seinnu atkvøðugreiðsluni millum parlamentslimirnar hjá flokkinum, skrivar BBC. Greinin heldur fram niðanfyri. Úrslitið av atkvøðugreiðsluni var, at Theresa May fekk 199 atkvøður, Andrea Leadsom fekk 84 og Michael Gove fekk 46 og hann fall sostatt. Limirnir í Konservativa flokkinum skulu nú velja millum tær báðar, Theresa May og Andrea Leadson. Úrslitið verður greitt 9. september. Tá verður eisini greitt, hvør verður forkvinna í Konservativa flokkinum og harvið eisini bretskur forsætisráðharri eftir David Cameron. Ein røð av tiltøkum eru á skránni í sambandi við hátíarhaldið. Eitt nú gongutúrar og framsýningar av ymsum slagi. Hátíðarhaldið verður sett klokkan 15. Tá verða røður og felagssangur. Klokkan 19 leygarkvøldið verður kvøldseta í bygdini. Og sunnudagin verður útigudstænasta í bygdini, um tað viðrar. Pengarnir, sum landið fær fyri at selja fisk á uppboðssølu, mugu annaðhvørt fara í ein búskapargrunn, ella til at rinda skuld. Tí er talan um eina vandamikla gongd, tá samgongan heldur velur at lata pengarnar fara til hægri almenna nýtslu. Tað sigur Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum. Tá føroyingar í so stóran mun taka klassiskar útbúgvingar uttanlands, eitt nú læknavísindi og løgfrøði, eigur setrið eisini at arbeiða fram ímóti at bjóða tílíkar útbúgvingar út, fyri at kappast við útlendskar lærustovnar, sigur Sigurð í Jákupsstovu, rektari. Annar av sniðskjúttunum, sum í gjárkvøldið skeyt og drap fimm politistar í amerikanska býnum, Dallas, er deyður. Tað skriva lokalir miðlar í Dallas, skrivar DR. Maðurin byrgdi seg inni í einum bilhúsabygningi mitt í býnum í fleiri tímar, og skotbardagi var í fleiri umførum millum mannin og politiið í Dallas. Tað var í gjárkvøldið, at tveir sniðskjúttar skutu og drupu fimm politistar og løstaðu sjey onnur undir eini mótmælisgongu í Dallas. Tað, sum skuldi havt verið ein friðarlig mótmælisgonga í móti viðferðini hjá politinum mótvegis littum amerikanarum í seinastuni, endaði við ruðulleika, tá ein røð av skotum vórðu latin av. Sambært politinum bleiv skotið niður í mannamúgvuna, og politiið heldur, at sniðskjúttarnir hava ligið uppi á onkrum taki ella staðið í onkrum vindeyga. Orsøkin til mótmælisgonguna er, at politiið hevur dripið tveir littar mans í Minnesota og Louisiana seinastu dagarnar. Mótmælisgongur vóru tí eisini í øðrum amerikonskum býum hóskvøldið. Talan er um eina livandi stevnu har víst verður í verki, hvussu bátamentan er ment og brott tey seinastu 100 árini, sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vági Ein litur av blýfríum bensini kostar nú 9,21 krónur. Tað vil siga átta oyru meira fyri liturin. Diesel kostar nú 7,10 krónur, níggju oyru dýrari. Bátadiesel kostar nú 6,15 krónur, eisini níggju oyru dýrari. 1000 litrar av gassolju, olja til húsarhald, kostar nú 5.713 krónur. 88 krónur dýrari. Tað hevur verið eitt felags polittiskt sjónarmið, at allar eyka inntøkur hjá samfelagnum skulu nýtast til at standa ímóti við. Tí er tað skelkandi at samgongan ikki setur eyka inntøkurnar frá uppboðssøluni av fiski í ein búskapargrunn. Tað sigur Kári P. Højgaard úr Nýggjum Sjálvstýri. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum stúrir tó ikki fyri endurgjaldskravi, tí reiðarar og ikki manningar hava ræðisrættin á fiskirættindum, keypt á uppboðssølu. Í tíggju ár hava Hans Egholm og Karstin Leitisstein Hansen arbeitt við at festa rokksøguna á blað. Teir báðir vitjaðu býarsavnið hjá Birgari Johannessen í Gomlu Tórs Cafeteria omanfyri Bambus í Havn at fáa allarseinasta íblásturin áðrenn bókaframløguna í morgin. Dreymar við havið eitur spælifilmurin, sum Sakaris Stórá ger í løtuni. Filmurin verður hálvtannan tíma til longdar og verður væntandi sýndur við ársbyrjan í 2017. Tey skipini, sum eru komin til Føroya síðan 2007, hava í høvuðsheitum verið skip, sum útlendskir reiðarar hava skift út fyri at keypa sær nýggj skip. Reiðararnir í Føroyum eru ímóti uppboðssølu av fiski, tí uppboðssølan fer, sambært teimum, at forða fyri langtíðarætlanum og langtíðaríløgum hjá reiðaríunum. Tann óvissan, sum hevur verið í fiskivinnuni, síðan loyvini vóru uppsøgd í 2007, er eisini orsøkin til, at reiðarar ikki hava keypt sær nýggj skip, sigur Anfinn Olsen, formaður í Reiðarafelagnum. Politikarar í Norðoyggjum hava víst á, at tá úrslitið hjá arbeiðsbólkinum var umsett til føroyskt, varð nógv av tí, sum stóð um Klaksvíkar sjúkrahús broytt. Eina viku, áðrenn menningarætlanin var latin landsstýriskvinnuni, sendi arbeiðsbólkurin eitt endaligt útkast til viðmerkingar hjá politikarum. Sveinn Magnússon var verkætlanarleiðari. Hann sigur, at í arbeiðsbólkinum vistu tey, at uppskotið um eina sjúkrahúsleiðslu er eitt eymt politiskt mál. Tí arbeiddi verkætlanarbólkurin við einum alternativum uppskoti um at seta eitt sjúkrahúsráð við verandi sjúkrahússtjórum, sum formliga skuldu setast av landsstýriskvinnuni. Men eftir viðmerkingar frá serfrøðingabólkinum, fóru Sveinn Magnússon og hini burtur frá hesi loysnini, tí endamálið varð betri rokkið við einari sjúkrahúsleiðslu. Svein Magnússon sigur í telefonini úr Íslandi, at uppskotið um eina sjúkrahúsleiðslu var umrøtt í arbeiðsbólkinum allatíðina, men at bólkurin umrøddi aðrar loysnir eisini, sum breiðari politisk semja kundi vera um. Svein Magnússon skilir ikki reiðiliga, at uppskotið kemur so óvart á politikarnar. Í álitinum um heilsuverkið frá 2007 varð lagt upp til tað sama at ein sjúkrahúsleiðsla er tað besta fyri heilsuverkið í Føroyum. Arbeiðsbólkurin hevði lisið tað uppskotið og visti um politiska kjakið sum hevur verið í Føroyum. Arbeiðsbólkurin helt tað ikki vera neyðugt at fara afturum tað kjakið í hesum álitinum. Verkætlanarbólkurin heldur, at sjúkrahúsini eru ikki nóg væl rikin. Sambært teimum er tað eisini ómøguligt at menna sjúkrahúsverkið munavert, uttan at virksemið verður betri samskipað. Tað vil, sambært verkætlanarleiðaranum, siga, at fleiri av tilmælunum kunnu ikki setast í verk, uttan at leiðslan er savnað á einum og sama stað. Í arbeiðssetninginum var ikki álagt arbeiðsbólkinum at finna eina loysn fyri sjúkrahúsleiðslurnar, helt tingkvinnan fyri Fólkaflokkin fyri. Svein Magnússon heldur tað kortini ikki vera í stríð við arbeiðssetningin at mæla til eina felags sjúkrahúsleiðslu, tí sjúkrahúsviðgerð skal framvegis veitast á øllum trimum sjúkrahúsunum. Men sum serfrøðingabólkurin vísti á fleiri ferðir, so forðar verandi leiðslubygnaður fyri, at føroyska sjúkrahúsverkið kann virka sum eind. Teir serfrøðingarnir, sum hava verið knýttir at arbeiðinum, vóru ikki heilt samdir um, hvussu ein øðrvísi leiðslubygnaður átti at vera, men tey flestu hildu, at ábyrgdin skal vera samla á einum stað. Men ein leiðsla er ikki altíð tann besta loysnin. Tað segði Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík og formaður í Nýggjum Sjálvstýri, í sjónvarpinum týskvøldið. Bretar keypa vanliga inn í stórum mongdum í Norra til fisk og kips. At pundið er viknað ber við sær, at minni fæst fyri fiskin, og tað fer at merkja ársúrslitið í ár, sigur Per Magne Eggesbø, forstjóri í Ramoen AS við norska NRK. Eisini Norra ætlar sær eina nýggja fiskivinnuavtalu við Bretland, um bretar gera álvara av fólkaatkvøðuni og taka seg burtur úr ES. Løgreglan fekk tíðliga í morgun illgruna til ein bát, ið sigldi úr Nólsoy inn á Havnina. Illgrunin hjá løgregluni vísti seg eisini at vera rættur. Tá førarin á bátinum blásti í ballónina vísti hon nógv meira enn, hvat loyvt er, fyri at kunna føra bát, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn. Maðurin hevði drukkið tríggjar ferðir tað, sum er loyvt. Promillan hjá manninum vísti 1,5, meðan hægsta markið sambært lógini er 0,5 promilla. Blóðroynd varð tikin av manninum, sum førdi bátin ávirkaður. Maðurin, sum eisini sjálvur eigur bátin, verður skuldsettur fyri brot á sjólógina. Hóast nógv fólk vóru komin saman til ymisk tiltøk um landið í gjár og í nátt, var friðarligt til tey tiltøkini, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn. Fyri fyrstu ferð í 31 ár er ein tarvafiktari dripin undir tarvarenningini Spania, har vanliga nógv fólk savnast til tarvarenningina, sum er á hvørjum ári. Tað hendi seinnapartin leygardagin, tá ein professionellur tarvafiktari misti lívið eftir at ein tarvur stangaði mannin í bringuna í býnum Teruel, eystarlaga í Spania. Ein annar 28 ára gamal maður misti eisini lívið leygarnáttina, tá tarvar runnu gjøgnum gøturnar í landsbygdini Pedreguer í landsynningspartinum, tætt við Alicante. Umframt teir báðar menninar, sum eru deyðir undir tarvarenningini um vikuskiftið, hava 12 onnur fólk eisini fingið skaða, skriva útlendskir miðlar. Handilsvinnan í Føroyum fer næstu 12 mánaðirnar at hava brúk fyri meira arbeiðsmegi enn tey fólkini, vinnan longu hevur í arbeiði í dag. Tað er ein av niðurstøðunum í nýggjastu konjunkturkanningini, sum Hagstova Føroya kunngjørdi á heimasíðuni í síðstu viku. Bjartskygnið hjá handilsvinnuni í Føroyum er í løtuni so stórt, at vit skulu heilt aftur til 2006, tá vísitalið var størri enn tað er nú, vísir nýggjasta konjunkturkanningin. Seinastu fimm konjunkturkanningarnar hava víst ein vaksandi trend hjá handilsvinnuni, men vísitalið hevur kortini ikki verið nærtil so stórt sum nú, vísir kanningin. Krígsskip frá NATO skulu nú hjálpa til í stríðnum móti fólkasmugling í Miðjarðarhavinum í einum nýggjum átaki, sigur aðalskrivarin í NATO. Ætlanin hjá okkum er, at arbeiða tætt saman við Evropasamveldinum, ið eisini hevur sett tiltøk í verk í mest týðandi partinum í Miðjarðarhavinum. Tað kunngjørdi Jens Stoltenberg, aðalskrivari í NATO, á einum toppfundi í pólska høvuðsstaðnum, Varsjava, leygardagin, tá ætlanin varð løgd fram. Nýggja átakið hjá NATO, sum hevur fingið heitið Sea Guardian, hevur fingið víðar heimildir í stríðnum at tálma fólkasmugling í Miðjarðarhavinum. Átakið hjá NATO skal verða við til at tálma flóttafólkastreyminum um Miðjarðarhavið, og hjálpa til í stríðnum móti yvirgangsfólkum har á leiðini. Seinasti toppfundurin var fyri tveimum árum síðani. NATO ætlar ikki, at so lang tíð skal ganga áðrenn næsti toppfundurin millum tey 28 natolondini verður. 430.000 krónur skulu nú latast teimum, ið eru áhugað í at framleiða føroyskar filmar. Stuðul varð latin fyrr í ár, og nú skal restin av peninginum fyri 2016 latast. Filmsstuðulin verður latin til hugskots og handritsmenning, undanframleiðslu, framleiðslu, eftirframleiðslu og útbreiðslu, sigur Mentamálaráðið . Hóast játtanin til føroyska filmsvinnu í ár er hækkað úr 700.000 krónum upp í 1,5 milliónir krónur, er hetta ikki nóg mikið fyri filmsvinnuna. Føroyskur filmur skal hava einar fimm milliónir krónur í stuðli um árið fyri at kunna mennast sum vinnugrein, segði Jákup Veyhe, nevndarformaður í Klippfiski, við útvarpið í vetur. Føroyska filmsvinnan hevur mælt til at seta á stovn eitt filmshús, ið kann byrta uppundir meiri filmsframleiðslu í Føroyum. Húsið er komið á fíggjarlógina fyri 2017, og um alt gongur sum ætlað, er tað klárt um eitt ár. Týskland hevur hert reglurnar fyri at loyva fólki inn í landið, og samstundis hevur ES eisini hert reglurnar fyri at steðga flóttafólkstreyminum í Evropa. Í januar søktu 92.000 fólk um friðskjól í Týsklandi. Til samanbering søktu bara 16.000 fólk um friðskjól í Týsklandi í juni sambært myndugleikunum. Flóttafólk og migrantar, ið koma til Týsklands, verða í fyrsta umfari skrásett á móttøkustøðum, har tey skulu bíða í fleiri mánaðir áðrenn tey kunnu søkja um friðskjól. Í 2015 tók Týskland ímóti meira enn einari millión migrantum. Meginparturin av fólkunum flýggjaðu undan kreppuraktum økjum í Sýria, Irak og Afghanistan. Ikki í lagi er ein nýggjur táttur, sum vit fara at hava hvørja viku í Summarmorgni. Í hesum tátti greina vit støður, ið stinga seg upp í gerandisdegnum. Vit hoyra eitt brot úr eini støðu, og síðani hoyra vit tveir ymiskar hættir, viðkomandi kann velja at takla støðuna uppá. Síðani skiftir okkara panel orð um, hvussu ein ber seg rættast at. Tað gera Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna greitt, nú feløgini bæði hava sagt upp sáttmálan við Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag. Sáttmálin hjá flogmekanikarunum, sum eru skipaðir í felagnum Atlantic Workers Union, er somuleiðis uppsagdur. Sáttmálarnir ganga út 1. oktober. Vóru vit eftirbátar lønarliga sæð í 2014, so eru vit tað í størri mun nú, tí gongdin í samfelagnum er batnað munandi síðani tá, og hjólini mala við fullari ferð. Tí er tað greitt, at vit fara eftir einari reallønarhækking, sum veruliga munar, sigur Suni Simonsen, formðaur í Føroya Handverkarafelag. Sambært svarinum hjá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í umhvørvismálum, vera Føroyar ikki leingi afturat fríøki hjá dálkandi skipum. Tað sigur hon í svari til Kristionnu Winther Poulsen, løgtingskvinnu, ið spurdi, nær Føroyar fara at seta skipum somu krøv sum grannalondini hava um at avmarka luftdálkingina. Sirið Stenberg svarar, at hon hevur sett arbeiðið at smíða kunngerð um luftdálking frá skipum í gongd. Miðað verður eftir at hava eitt uppskot klárt í næstum. Altjóða reglur um luftdálking frá skipum eru í einum sáttmála, sum Føroyar hava tikið undir við. Tí noyðast Føroyar at áseta reglur um luftdálking frá skipum samsvarandi altjóða krøvum. Dømi eru um útlendsk skip, sum liggja millum oyggjarnar í Føroyum og bíða eftir farmi, tí her er loyvt at dálka meira enn aðrastaðni, har hesi skip plagdu at bíða eftir farmi. Umhvørvisstovan kann seta slíkt forboð, men tað er ongantíð gjørt, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna. Hon hevur svarað spurningum frá Bjørt Samuelsen, løgtingskvinnu, um avleiðingarnar av taðing. Í 2012 kom kunngerðin, sum skal tryggja, at taðing ikki dálkar umhvørvið, og ikki elvir til heilsuvanda ella ampa í nærumhvørvinum. Kommunurnar geva loyvi til at taða og hava eftirlit við taðingini. Bjørt Samuelsen sigur, at sambært in.fo veit Umhvørvisstovan ikki, um taðingarkunngerðin verður hildin Løgtingskvinnan sigur, at javnan síggjast spor eftir óhepnari taðing í náttúruni. Millum annað siga fakfólk, at óheppið er at taða við fiskasúrløgu. Sambært Sirið Stenberg heldur Umhvørvisstovan, at antin skal forboð setast fyri at taða í haganum við súrløgu, ella skulu serligar reglur gerast um slíka taðing. Bjørt Samuelsen spyr beinleiðis, um Sirið Stenberg heldur tað vera í lagi, at einki skipað eftirlit er við, at taðingarkunngerðin verður hildin. Kommunurnar hava eftirlitið við kunngerðini. Sirið Stenberg sigur, at hon fer at tosa við kommunurnar og umhvørvismyndugleikarnar um at eftirmeta, um taðingarkunngerðin virkar sum hon eigur at gera. Kathrina J. Hentze flutti aftur til Trongisvág eftir at hava búð í 46 ár í Danmark. Umframt tað, hevur hon eisini búð tvey ár í Íslandi. Hon flutti á ellisárum til Føroya, men longist illa til Danmarkar aftur. Ikki í lagi er ein nýggjur táttur, sum vit fara at hava hvørja viku í Summarmorgni. Í hesum tátti greina vit støður, ið stinga seg upp í gerandisdegnum. Vit hoyra eitt brot av eini støðu, og síðani hoyra vit tveir ymiskar hættir, viðkomandi kann velja at takla støðuna uppá. Síðani skiftir okkara panel orð um, hvussu ein ber seg rættast at. Nevnast kunnu radiotól, ið vórðu framleidd í Havn, føroya fyrsta grammofonpláta, svørðið hjá fyrsta løgreglumanninum í Havn, Sámali á Krákusteini, fyrsta roknimaskinan hjá Føroya Banka, modelskip, leikur, sum børn hava gjørt fyrr í tíðini og sjálvandi vælkenda modellið av gomlu Havnini, sum Birgar sjálvur hevur evnað til Í teimum eru krøvini um dálkandi útlát ikki so hørð sum tey hava verið seinasta hálva annað árið í SECA økinum, sum umfatar Eystrasalt, Norðsjógvin og Norðuramerika. Har hava skip í mesta lagi loyvi til at hava 0,1 prosent svávul í útlátinum. Sambært sáttmálunum, sum Føroyar hava skrivað undir, skal svávulútlátið vera minni enn 3,5 prosent hetta til 2020. Í 2020 fer hámarkið niður í 0,5 prosent. Men okkurt bendir tó á, at hetta markið ikki kemur fyrr enn í 2025. Føroyar vera ikki leingi afturat fríøki hjá dálkandi skipum. Ikki sambært svarinum hjá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í umhvørvismálum, til Kristionnu Winther Poulsen, løgtingskvinnu, sum spurdi, nær Føroyar fara at seta skipum somu krøv sum grannalondini hava um at avmarka luftdálkingina. Sirið Stenberg svarar, at hon hevur sett arbeiðið at smíða kunngerð um luftdálking frá skipum í gongd. Miðað verður eftir at hava eitt uppskot klárt í næstum. Altjóða reglur um luftdálking frá skipum eru í einum sáttmála, sum Føroyar hava tikið undir við. Tí noyðast Føroyar at áseta reglur um luftdálking frá skipum samsvarandi altjóða krøvum. Dømi eru um útlendsk skip, sum liggja millum oyggjarnar í Føroyum og bíða eftir farmi, tí her er loyvt at dálka meira enn aðrastaðni, har hesi skip plagdu at bíða eftir farmi. Tað er løgið, sigur Kristianna Winther Poulsen, at Føroyar, sum marknaðarføra seg við heimsins reinasta sjógvi, ikki hava somu krøv um luftútlát frá skipum, sum til dømis øll londini í ES hava. Theresa May verður einsamalla boðið uppá nýggjan bretskan forsætisráðharra. Andrea Leadsom fer at taka seg aftur sum valevni, visti BBC fyri løtu síðani. Tíðindini eru váttað. Politisk kreppa hevur verið í Onglandi síðani bretar valdu at taka seg úr ES á fólkaatkvøðu og David Cameron boðaði frá, at hann legði frá sær. Eingin fortalari, fyri at fara úr ES, hevur bjóðað seg fram. Boris Johnsson, fyrrverandi borgarstjóri, boðaði beinavegin frá, at hann ikki stillaðu upp. Stutt eftir boðaði Nigel Farage, formaður í Ukip, frá, at hann gavst sum formaður. Theresa May er innlendismálaráðharri. Í løtuni er hon einsamøll um boðið, at gerast næsti forsætisráðharran í Onglandi. Grønlendski búskapurin er í so vánaligum standi, at yvirvísmaðurin og formaðurin í grønlendska búskaparráðnum, Torben M. Andersen, gevur landinum trý ár at koma føtur aftur annars endar grønlendska samfelagið í einum búskaparligum skrædli. Sambært Torben M. Andersen er avgerandi neyðugt, at Grønland innan trý ár fær veruliga gongd á námsvinnuna ella ferðavinnuna, soleiðis at búskapurin kann fóta sær. Eydnast tað ikki, fara fólk í stórum tali at flyta úr Grønlandi. Grønland er á einum vegamóti. Øðrumegin er ein ónd ringrás, og hinumegin ein tilgongd móti einum meira sjálvberandi búskapi, sum tó krevur stórar og umfatandi nýskipanir, sigur Torben M. Andersen við Børsen. Búskaparligi yvirvísmaðurin, sum eisini er formaður í grønlendska búskaparráðnum, ávarar um álvarsamar avleiðingar, um grønlendsku myndugleikarnir lata standa til. Grønland hevur tvey til trý ár at seta nýskipanirnar í verk. Um einki verður gjørt, so verður munurin á livistøðinum í Grønlandi og hinum norðurlondunum somikið stórur, at fólk við útbúgving flyta úr Grønlandi í onnur lond, sigur Torben M. Andersen. Men samfelagið kann ikki einans dúva uppá fiskivinnuna. Neyðugt er at fáa gongd í námsvinnuna og ferðavinnuna. Og so má fíggjarlógin hanga saman. Tað krevur umfatandi nýskipanir, ljóðar boðskapurin frá Torben M. Andersen í samrøðu við Børsen. Grønland hevur síðstu árini sett stórar vónir til eina komandi námsvinnu, men har er einki vinnuligt virksemi ídag. Og meðan ferðavinnan í grannalandinum Íslandi blómar, so stendur grønlendska ferðavinnan í stað. Haldførið í grønlendska búskapinum er sera vánaligt. Næstu 15 árini mangla okkurt um ein milliard krónur í, um árið, fyri at fáa haldførið í grønlendska búskapin. Ríkisstuðulin úr Danmark til Grønland er í dag 3,7 milliardir krónur. Fiskamarknaður Føroya fer seinnapartin at selja 1.200 tons av botnfiski í russiska partinum av Barentshavinum. Treytin fyri at keypa á uppboðssøluni er, at skipið, sum bjóðað verður fyri, hevur veiðiloyvi. Høgni Hansen, stjóri í Fiskamarknaði Føroya, segði við útvarpið mikudagin, at væntandi verða 25 til 100 tons seld í senn. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ásetur minstaprísin, og tann prísurin er loyniligur til klokkan trý. Ein ávís treyt er løgd á fiskin í Barentshavinum, sum verður seldur á uppboði, segði Høgni Hansen, stjóri í Fiskamarknaði Føroya, við útvarpið í síðstu viku. Trygd skal veitast Fiskamarknaðinum fyri uppboðssølugjaldinum, sum er 1,5 prosent av tí, sum boðið verður. Tygd skal eisini veitast Vørn fyri keypta fiskin. Hósdagin selur Fiskamarknaðurin 3.500 tons av makreli og 2.000 tons av norðhavssild. Afturlatna uppboðssølan, sum Vørn skipar fyri, byrjar hósdagin. Vørn skal hava boðini upp á 600 tons av botnfiski í russiska partinum av Barentshavinum á middegi hósdagin. Afturlatna uppboðssølan verður í fýra umførum, 14., 18, 21. og 22. juli. Færri og færri miðnámsskúlanæmingar í Danmark velja týska málið sum vallærugrein, vísa tøl frá danska kenslumálaráðnum, sambært DR . Tey ungu kunnu ikki brúka týskt í sama mun sum fyrr, tá tey koma til hægri útbúgvingar, sigur Jens Erik Mogensen, granskari á universitetinum í Keypmannahavn. Í 2010 valdu 46,6 prosent av øllum miðnámsskúlanæmingum í Danmark týskt. Í 2015 var talið minkað sløk fýra prosentstig niður í 42,7 prosent. Tað er ein trupulleiki. Týskland er størsti handilsfelagin hjá Danmark. Harumframt er neyðugt at duga týska málið fyri at skilja søguna sum danskari, sigur granskarin. Havstovan er nú liðug við sínar yngul og ætikanningar í ár, og tað stendur væl til á flestu sløgunum. Meira er til av millum øðrum toska og hýsuyngli enn tað hevur verið í fleiri ár og nøgdirnar vóru beint yvir miðal. Hetta er annað árið á rað við nøktandi nøgdum av toska og hýsuyngli á Føroyabanka, eftir eitt sera soltið tíðarskeið upp á 9 10 ár, skrivar Havstovan á heimasíðuni . Samanborið við í fjør var tó nakað minni av fiskayngli á Bankanum, og var hann yvirhøvur smáttfallandi. Á Føroyabanka var sjógvurin sum vanligt um eitt hitastig heitari enn á Landgrunninum. Yngul og ætikanningar eru afturvendandi kanningar, sum hava til endamáls at kanna ta pelagisku vistfrøðina undir Føroyum á sumri. Tað er hita, salt, tøðsølt, gróður, djóraæti og fiskayngul. Jacob Vestergaard, fyrrverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum, skírir eftirmann sín í Fiskimálaráðnum at trilva í blindum í fiskivinnupolitikkinum. Landsstýrismaðurin hevur tikið frá trimum, sum hava havt kvotu í áratíggju, og umfordeilt tað til ein umvegis uppboðssøluna, sigur Jacob Vestergaard. Í samrøðu við in.fo og Vágaportalin sigur hann seg kunna staðfesta, at landsstýrismaðurin einki boð hevur uppá, hvussu fiskivinnan skal skipast í framtíðini. Jacob Vestergaard mælir reiðarum til at halda seg burtur frá uppboðssøluni og í staðin lata landsstýrismannin og samgonguna eiga hana. Heldur ikki Johan Dahl, sum var landsstýrismaður í fiskivinnumálum í 2011, tá táverandi samgonga seldi 20.000 tons av makreli á uppboðssølu, er serliga væl nøgdur. Í viðmerking til Norðlýsið skírir Johan Dahl uppboðssøluna í gjár at vera eina óbrúkiliga fiasko. Fyrrverandi landsstýrismaðurin eftirlýsir, at eisini útlendingar sleppa upp í part at bjóða. Hetta er ein sorgarleikur, tí tað hevði borið til at fingið útlendingar inn í samstarvi við føroyingar, fyri at fingið eina veruliga kapping um fiskatilfeingið. Tað eru nakrir fáir føroyskir stórreiðarar, sum eiga í flest øllum skipum, og teir stýra fullkomiliga tí, sum gongur fyri seg í løtuni, sigur Johan Dahl við Norðlýsið. Seld vórðu 1050 tons av toski, 100 tons av hýsu og 50 tons av flatfiski í russiska partinum av Barentshavinum fyri tríggjar milliónir og slakar 580.000 krónur. J.F.K. Trol keypti øll 1200 tonsini til trolaran Gadus. Tveir aðrir boðgevarar vóru. 24 linjur millum 25 og 100 tons vórðu seldar. Í linjuni, sum fekk hægsta prísin, 5,50 krónur, vóru 60 tons. Næsta uppboðssølan verður hósdagin. Tá selur Fiskamarknaðurin 3.500 tons av makreli og 2.000 tons av norðhavssild. Afturlatna uppboðssølan, sum Vørn skipar fyri, byrjar hósdagin. Vørn selur 600 tons av botnfiski í russiska partinum av Barentshavinum á middegi hósdagin. Orsøkin er ov lítil undirtøka, upplýsir Tórshavnar Súkklufelag á heimasíðuni . Sambært felagnum hevur helst sterkast føroyski súkklarin, Torkil Veyhe, sum eisini var favorittur at vinna kappingina í ár, givið avboð. Hann skal í næstum vera við í Post Cup Nord í Danmark. Í tíðindaskrivi sigur Tórshavnar Súkklufelag seg skilja avgerðina hjá Torkili Veyhe. Avboðið hjá Torkili Veyhe er í sær sjálvum ikki orsøk til, at øll kappingini her heima er avlýst. Orsøkin er heldur tann, at undirtøkan samanumtikið er ov lítil. Sambært IMF, altjóða gjaldoyragrunninum, verður búskaparvøksturin í Italia bara stívliga eitt prosent í ár, og størri vøkstur er heldur ikki væntandi næsta ár. Italski búskapurin er hin triðstørsti í ES. IMF hevur áður væntað ein búskaparvøkstur í Italia, sum liggur millum 1,1 prosent í ár og 1,25 prosent næsta ár. Men úrslitið á bretsku ES fólkaatkvøðuni herfyri hevur økt um sveiggini á fíggjarmarknaðunum og gjørt italska búskapin meira sárbaran, sambært IMF. Altjóða gjaldoyragrunnurin er sum heild ikki serliga bjartskygdur um italska búskapin. Sambært IMF verður tað ikki fyrr enn í 2025, at italski búskapurin verður líka sterkur, sum áðrenn fíggjarkreppuna í 2008. Hóast nýskipanir eru framdar í Italia, og stjórnin eitt nú hevur veitt bankunum munandi hjálp, so eru italsku bankarnir framvegis illa fyri. Italskir bankar hava 360 milliardir evrur, 2678 milliardir krónur, útistandandi í sonevndum vánaligum lánum. Í meðal er kursurin á partabrøvunum í italsku bankunum fallin meira enn 50 prosent higartil í ár. Kann ein námsfrøðingur mussa eitt barn á stovni Hetta er eitt evnið, ið hevur verið nógv frammi í Danmark. Orsøkin er, at nakrir barnagarðar í Danmark hava bannað námsfrøðingunum at mussa børnini. Men er tað rætt, og hvussu nógva nærveru kunnu námsfrøðingarnar loyva sær at geva børnunum Prátsendingin Radio Ga Ga hevur gest á gátt, sum var ungdómur í áttatiárunum og fyrsti virjanin er úr Havn. Finn Jensen greiðir frá ymsum lívsroyndum. Til dømis útbúgving, hvussu tað var at fáa samband við sín biologiska pápa, hvussu tað er at vera familjupápi, um munin á ungdómi fyrr og nú og um áhugan fyri ítróttini golf. Finn Jensen byrjaði fýrsini sum DJ, fór í Hoydalar og á handilsskúla, og helt fram á lærda háskúlanum í Aarhus. Í dag er hann útbúgvingarleiðari fyri hægri útbúgvingarnar hjá Glasir. Hann vaks upp ytst úti við Velbastaðvegin í Havn, har óunniligt kundi vera at ganga framvið kirkjugarðinum í myrkri. Eisini ein spurnarkapping er partur av Radio Ga Ga og í hvørjari sending verða trý hittløg úr 80 unum spæld. Øll áttu at roynt seg á arbeiðsmarknaðinum, áðrenn tey fóru at lesa. Tær royndirnar eru eisini sera týdningarmiklar, sigur Bjørn H. Bech, ið hevur arbeitt á fiskavirki í tvey ár. Harafturat hevði Framherji størri avlop enn í 2014. Felagið hevði 57 milliónir krónur í vinningi eftir skatt í 2015. Í 2014 var úrslitið 32,4 milliónir. Tey, sum eiga partabrøv í móðurfelagnum Framherja, fáa eftir úrslitið í 2015 góðar 11 milliónir krónur at býta í vinningsbýti. Samtakið seldi fyri slakar 360 milliónir krónur netto í 2015. Í ársfrágreiðingini sigur leiðslan, at lánini eru løgd um í 2015. Nú fíggja Realurin, BankNordik og íslendski Arion banki Framherja. Sambært roknskapinum fyri 2015 rindaði Framherji landskassanum 35 milliónir krónur í partafelagsskatti, skatti, tilfeingisgjaldi og tilfeingisskatti í 2015. Felagið keypti trý skip í 2015, Høgaberg, Sigmund og Mascot. Stóra íslendska fiskivinnusamtakið Samherji stovnaði saman við Anfinni Olsen Framherja í 1994. Anfinn Olsen og smápartafelagið Framinvest eiga Framherja. Anfinn Olsen eigur 66,67 prosent í Framherja og 26,7 prosent í Framinvest, sum hann eigur saman við Samherja í Íslandi. Nú er greitt, at føroysk børn kunnu uppliva vælumtóktu duoina á palli í Føroyum, tí Froja og Sarah hava MGP konsert á Summarfestivalinum Fyrsta royndin hjá estlendsku ferðaskrivstovuni, Germalo, eydnaðist somikið væl, at felagið næsta ár ætlar at senda fýra leiguflogfør við ferðafólki, beinleiðis úr Tallin, til Føroyar, skrivar Vágaportalurin . Í síðstu viku kom eitt Airbus A320 flogfar við fleiri enn 180 ferðafólkum úr Estlandi. Talan var um størsta leiguflogfar, sum er lent í Føroyum. Ferðaliðið fer avstaðaftur í kvøld. Vitjanin í Føroyum er somikið væleydnað, at estlendska ferðaskrivstovan, sum skipaði fyri túrinum, ætlar at gera fýra túrar til Føroya næsta ár, skrivar Vágaportalurin. Felagið sendir longu nógv ferðafólk til Íslands. Tað eru góðar 26 milliónir krónur meira enn árið fyri. Felagið Palli hjá Mariannu , sum er móðurfelag í samtakinum við uppsjóvarskipunum, einum niðursjóvingarvirki í Týsklandi umframt øðrum virksemi, seldi fyri 538 milliónir krónur í fjør. Tað eru heili 233 milliónir krónur meira enn árið fyri. Sambært roknskapinum fyri 2015 er høvuðsorsøkin til øktu søluna at finna í niðursjóvingarvirkinum í Týsklandi. Eisini høvdu skipini tilsamans 12.000 tons meira at fiska í fjør, sammett við árið fyri. Eisini útreiðslurnar í samtakium Palli hjá Mariannu øktust nógv í fjør í mun til árið fyri. Útreiðslurnar tvífaldaðust, úr góðum 148 milliónum upp í 300 milliónir krónur. Eisini her er høvuðsorsøkin, sambært roknskapinum, at finna í niðursjóvingarvirkinum í Týsklandi. Feløgini í samtakinum Palli hjá Mariannu rindaðu í fjør 147 milliónir krónur í lønum og arbeiðsmarknaðargjøldum. Tað eru 40 milliónir meira enn árið fyri. Starvsfólkatalið hjá felagnum fór úr 105 upp í 253 fólk. Eginpeningurin í partafelagnum Palli hjá Mariannu er nú 489 milliónir krónur. Samtakið er sera sterkt. Tøki peningurin í felagnum er sambært nýggjasta roknskapinum góðar 121 milliónir krónur. Kristian Martin Rasmussen og synirnir Jón, Eyðun og Bogi Rasmussen eiga felagið Palli hjá Mariannu. Samkynd, sum eru gift í kirkju í øðrum landi, eiga at kunnu verða skild í Føroyum. Føroyar noyðast tí at góðtaka samkynd hjúnabond, sum eru knýtt í kirkju, hóast kirkjulig vígsla ikki verður loyvd í Føroyum. Tað krevur altjóða privatrættur, hevur landsstýrið fingið at vita úr Danmark. Og Føroyar noyðast eisini at hugsa um skrásetta parlagið, nú hjúnabandslógin skal broytast. Hvørki seinasta ella næstseinasta orðið er sagt um broytingarnar í hjúnabandslógini. Sambært tí, sum Løgtingið samtykti, kunnu samkynd, sum eru vígd í kirkju í Danmark ella Grønlandi til dømis, ikki fáa hjúnaskilnað í Føroyum, um tey flyta higar. Ríkislógartilmælið og kongaliga fyriskipanin mugu orðast soleiðis, at hetta ber til. Tað krevja altjóða privatrættarligar grundreglur. Danska lógin um skrásett parlag er farin úr gildi, men hon er kortini framvegis galdandi fyri fólk, sum gingu í skrásett parlag, meðan lógin var í gildi. Fólk, sum eru í skrásettum parlagi, kunnu tí ikki gifta seg í Føroyum, meðan tey enn eru í parlagnum. Tað er tá at rokna sum tvígifta, sum er ólóglig. Viðvíkjandi vígslu í fólkakirkjuni siga embætisfólkini í danska ráðharraráðnum, at Føroyar hava yvirtikið kirkjuna, so tann spurningin eiga føroyingar einsamallir. Broytingin í hjúnabandslógini er treytað av, at fólkakirkjan ikki kann verða kravd at signa samkynd, sum eru borgaraliga vígd. Mentamálaráðið varðar av fólkakirkjuni. Danska Almanna og Innanríkismálaráðið er tó sinnað at viðgera saman við landsstýrinum møguligar broytingar viðvíkjandi lutinum hjá fólkakirkjuni, nú samkynd skulu kunna gifast. Svar er væntandi frá danska Almanna og Innanríkismálaráðnum í august, verður upplýst hjá løgmanni. Neyðugt verður eisini at broyta rættargangslógina, so samkynd fólk, ið verða gift, eisini kunnu skiljast aftur. vilja tey tað. Hendan broytingin skal í fólkatingið. Danska Løgmálaráðið ger neyðugu lógarbroytingarnar. Fólkatingið kemur saman aftur 4. oktober. Fútin hevur biðið um, at fútin fær vígslumyndugleikan hjá sýslumonnunum. Hetta uppskotið fara Løgmálaráðið og Almanna og Innanríkismálaráðið at viðgera seinni. Hann er kendur í náttarlívinum í Føroyum sum ein festligur undirhaldari og stendur næstan hvørt vikuskifti á palli við bólkinum Showmen. Men við sær í skjáttuni hevur James eisini tungar upplivingar og nógvar ósvaraðar spurningar. Bergur Debes Joensen er prestur í Vesturkirkjuni í Havn. Hann hevur frá barni av vita, at hansara lutur her á jørð fyrst og fremst er at tæna Guði. Hetta kall hevur verið reyði tráðurin í lívinum og umframt prestastarvið, er Bergur sera virkin í missiónsarbeiði. Bergur er giftur og eigur trý børn og hóast familjan livir eitt vanligt lív, so setur Guðstrúgvin altíð sín serliga dám á gerandisdagin hjá familjuni. Tað sigur Hanus Hansen, stjóri í JFK Troli, sum í gjár keypti øll 1200 tonsini av botnfiski, í høvuðsheitum toski, í russiska partinum av Barentshavinum, sum vórðu seld á opnari uppboðssølu. Hoyr alla samrøðuna við Hanus Hansen, stjóra í JFK Troli, her. 20 fólk eru deyð og 30 onnur eru flutt á sjúkrahús eftir eina ógvusliga tokvanlukku, sum hendi har suðuri í Italia um middagsleitið í dag. Vanlukkan hendi á einum strekki millum býirnar Andria og Corato, nærhendis Ruvo di Puglia, í Suðuritalia, tá tvey tok rendu saman. Nakrir vognar eru heilt knústir. Bjargingarfólk royna at bjarga fólkum úr tokunum, sigur ein sløkkiliðsmaður á staðnum, sambært NRK . Tokvanlukkan, sum hendi stutt eftir klokkan 11 lokala tíð í morgun, er so ógvuslig, at økið líkist einum vanlukkustaði, har flogfør vóru við. Tað er ein vanlukka, ið sær út sum har flogfar eru dottin niður, skrivaði Massimo Mazzilli, borgarstjórin í Corato, á Facebook fyri løtu síðani. Bjargingararbeiðið er trupult, tí vanlukkan hendi á einum strekki, ið er fjart frá bygdum øki. Torført var tí at fáa hjálp til staðið, har vanlukkan hendi. Tað ætlar verturin hjá danska gestinum, Poul Michelsen, landsstýrismaðurin. Danmark brýtur avtaluna frá 2005 um trygdarpolitikk, sigur heimastýrið. Landsstýrið fekk at vita um ætlanina hjá donsku stjórnini um at senda stríðsflogfør og servandar hermenn til Miðeysturs sama seinnapart sum uttanríkispolitiska nevndin hjá Fólkatinginum fekk boðini. Hetta er brot á Fámjinsskjalið frá 2005, sum sigur, at í uttanríkispolitiskum og trygdarpolitiskum málum, sum hava týdning fyri Føroyar, eiga Føroyar at vera við í avgerðunum og hava ávirkan saman við Danmark. Talan var hvørki um ægte medinddragelse og medindflydelse, sum tað stendur í Fámjinsskjalinum, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkismálum, í brævi til danska starvsfelagan Kristian Jensen. Landsstýrið viðgongur, at Fámjinsskjalið er ikki nøkur lóg, men ein ætlanaryvirlýsing, men skjalið er kortini av so stórum prinsipiellum týdningi, at tað vigar nógv í viðurskiftunum millum danskar og føroyskar myndugleikar, sigur Poul Michelsen. Poul Michelsen, sum ráðførdi seg við Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum um málið, mælir til, at danska stjórnin ráðførir seg við landsstýrið, áðrenn avgjørt verður at fara í kríggj. Føroyingar eiga at fáa møguleika at taka støðu til ætlanina hjá stjórnini. Fær landsstýrið ikki tann møguleikan, eigur landsstýrið ongan lut í donsku avgerðini og hevur heldur ikki medábyrgd. Tá stjórnin ella tey sameindu hjá Danmark ætla at fremja trygdarpolitisk tiltøk í Føroyum ella í grannalagnum hjá Føroyum, eigur landsstýrið at fáa avgerandi ávirkan og eigur saman við donsku stjórnini at góðkenna hernaðarlig stig á okkara leiðum. Hernaðarligt virksemi eigur bara at vera, um føroyskir myndugleikar hava góðkent tað. Kristian Jensen, uttanríkisráðharri, kemur til Føroya í september. Poul Michelsen mælir til, at Fámjinsskjalið verður viðgjørt á tí fundinum. Tað er ikki loyvt men undantaksloyvi kann gevast at spræna mykju omanfyri 250 metrahædd. Og í trimum førum hevur Umhvørvisstovan loyvt hesum, hetta hóast Náttúrugripasavnið ávarar um avleiðingarnar. Svein Magnason og Gudmund Helmsdal vóru við Jóhannis Danielsen, hansara hjálparfólkum og bjargamonnum av Sandi, tá lomvigar vórðu merktir sunnudagin í Lonini. Hann er vakur, lomvigin. Men annars vita vit at kalla einki um hann, og nú gera lívfrøðingar eina roynd at skráseta, hvussu hann ferðast, tá hann ikki er í bjørgunum um summarið. Arbeiðið er partur av stóru altjóða verkætlanini, Sea Track, sum hevur til endamáls at skráseta ferðingarmynstrið hjá sjófugli í Norðurhøvum. Løgtingsins umboðsmaður hevur eisini biðið TAKS viðgera av nýggjum málið, sum fekk landsstýriskvinnuna í fíggjarmálum at endurskoða kunngerðina um undantøk frá eftirlønarlógini. Málið byrjaði við kæru frá einum skattgjaldara, sum arbeiðir í Noregi fyri danskan arbeiðsgevara og rindar lógarkravt pensjónsgjald, sum er 8,2 prosent til Folketrygd í Noregi og 15,1 prosent til PFA í Danmark. Men hann skuldi eisini rinda til føroysku eftirlønarskipanina. Avgerðin hjá TAKS um hetta varð kærd til Fíggjarmálaráðið, sum var kærumyndugleiki. Fíggjarmálaráðið staðfesti avgerðina hjá Taks um ikki at geva undantak. Seinni hevur Skatta og avgjaldskærunevndin, sum nú er kærumyndugleiki, eisini viðgjørt málið. Nevndin sigur, at kunngerðin, sum TAKS og Fíggjarmálaráðið byggja sínar avgerðir á, fer víðari enn lógin loyvir. Kravið um lívrentu í kunngerðini er í stríð við lógina og tí ikki galdandi. Lógin sigur, at TAKS skal gera eina ítøkiliga meting av eftirlønarsamansparingini í hvørjum einstøkum føri, men í kunngerðini er hendan meting tikin burtur, sigur Skatta og avgjaldskærunevndin, sum bað TAKS viðgera málið av nýggjum. Løgtingsins umboðsmaður tekur undir við kærunevndini. Fíggjarmálaráðið er biðið um at endurskoða kunngerðina, so hon verður innan fyri tey mørk, sum eftirlønarlógin setir. Tað fer ráðið at gera, segði Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, við Útvarpið í gjár. Løgtingsins umboðsmaður biður eisini TAKS endurskoða sína avgerð og sammeta ítøkiliga donsku PFA pensjónsavtaluna hjá klagaranum við krøvini í føroysku eftirlønarlógini. Ráðharraskiftið fer fram hjá bretsku drotningini á Buckingham Palace. Síðani verður avloysarin, Theresa May, kallað inn á slottið, har drotningin biður hana skipa nýggja stjórn. Eitt av teimum fyrstu viðurskiftunum, ið nýggi forsætisráðharrin skal fáa í lag, eru ráðharrasessirnir, sigur Ole Helmersen, professari á Copenhagen Business School, CBS, við DR. Sambært professaranum eigur Theresa May at hugsa seg væl um, tá hon skal gera av, hvørjar ráðharrar á hvørjum Brexit vongum, hon velur í stjórnina. Theresa May hevur sagt, at hon fer at gera tað, hon er ment at savna konservativa flokkin aftur. Ein máti at gera tað uppá, er at hava ráðharrar, ið umboða báðar veingir í flokkinum, sigur professarin. Sambært BBC fer Theresa May millum annað at velja ein ráðharra, sum skal standa á odda fyri samráðingunum við ES um útliman úr felagsskapinum. Næstu tríggjar vikurnar eigur tú helst at hugsa teg væl um, tá tú koyrir bil fram við Steinatúni í høvuðsstaðnum, har nýtt torg og bussterminalur skulu gerast. Nýggjar avmerkingar eru gjørdar á vegastrekkinum, og bilførarar, ið koyra vestureftir strekkinum, hava ikki loyvi til at snara oman í Tórsgøtu móti Vágsbotni. Harumframt eiga bilførarar, ið koma úr vesturbýnum at geva gætur, at vegastrekkið er merkt við nýggjum strikum, har ikki er loyvt at fara um fult upptrektar strikur. Bilførarar, ið ikki virða ella síggja nýggju uppmerkingina á vegastrekkinum, kunnu fáa klipp í koyrikortið, boðar Tórshavnar kommuna frá á Facebook. Tað gongur eitt sindur striltið at fáa bilførarar at fylgja ferðsluásetingunum í Steinatúni, sigur kommunan. Arbeiðið verður sambært kommununi liðugt á ólavsøku. Fýra undantaksloyvi eru latin í ár til at taða oman fyri 250 metrar. Umhvørvisstovan gav í apríl trimum festarum í Kaldbaksbotni, á Sundi og á Oyrareingjum loyvi til at taða oman fyri 250 metrar. Hesi loyvi eru galdandi til 31. august í 2018. Í farnu viku fekk Landsverk loyvi til at taða í Neytaskriðuni á Gjáarvegnum . Freistin at kæra ta avgerðina hjá Umhvørvisstovuni er til 3. august. Men ein og hvør kann tó ikki kæra. Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein týðandi persónligan týdning fyri, sigur Umhvørvisstovan. Umhvørvisstovan lurtar ikki eftir Náttúrugripasavninum og loyvir bøndrum at spræna mykju oman fyri 250 metrar. Tøðini týna blómur og annan vøkstur, segði Anna Maria Fosaa, savnsvørður á Náttúrugripasavninum, við Dag og viku í gjárkvøldið. Sambært kunngerðini um taðing frá 2012 er ikki loyvt at taða oman fyri 250 metrar. Umhvørvisstovan kann tó geva undantaksloyvi. Fýra slík undantaksloyvi eru latin í ár, hóast Náttúrugripasavnið ávarar um avleiðingarnar. Um undantaksloyvið, sum Landsverk fekk, sigur Umhvørvisstovan, at tað hevur týdning at sáða í ben eftir vegargerð fyri at forða fyri erosjón, at lendið máast burtur. Í loyvinum, Landsverk fekk frá Umhvørvisstovuni, er tó tann treyt, at taðast skal bara á økinum, har sum svørðurin er grivin omanav. List fyri tríggjar milliónir krónur skal prýða Glasir, nýggja skúladepilin í Marknagili. Men tað er ikki tann rætta listin, ið fer at prýða Glasir, heldur listfrøðingur sambært Dimmalætting. Ongastaðni í heiminum er tørvurin á altjóða list so stórur sum í Føroyum, men listprýðingin er bara orðað á føroyskum, sigur Kinna Poulsen í greinini. Kinna Poulsen heldur, tað hevði verið upplagt, at listprýðingin eisini varð hugsað altjóða, eins og tann arkitektoniski parturin av skúlanum er hugsaður altjóða. Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur sett nevndina, ið skal taka støðu til, hvørji listafólk sleppa at prýða skúladepilin í Marknagili. Mentamálaráðið ætlar, at arbeiðið hjá listprýðisnevndini í Glasi skal verða grundarlagið undir framtíðar leiðreglum fyri list í almenna rúminum í Føroyum. Í nevndini eru Bogi Bech Jensen, rektari, Armgarð Weihe, fulltrúi, Finn Nørkjær, arkitektur, Bárður í Baianstovu, arkitektur, Hansina Iversen, listakvinna, og Solveig Hanusardóttir Olsen, listfrøðingur. Løgreglumaðurin, Jens Agerskov, mátaði promilluna hjá fýra ungum í morgun eftir, at tey høvdu drukkið rúsdrekka. Eftir eina øl kendu tey øll á sær, at tey vóru koyrifør, men soleiðis var ikki. Dagin eftir, ein hevur drukkið, kann promillan møguliga ikki vera komin niður á 0,2, og tí er týdningarmikið, at ivast mann, so skal mann lata vera við at fara út at koyra. Maria G. Hansen og Niels Mellemgaard greiddu frá, hvussu tey nú royna at broyta hugburðsdiskursin hjá føroyingum, soleiðis at føroyingar fara at pendla meira. Koyring við ATV arum, lendisakførum ella bóndasúkklum, sum tey eisini verða kallað, og øðrum akførum við vegin niðan á Sornfelli gjørdi, at Umhvørvisstovan gav loyvi til at taða í 570 metra hædd. Í undantaksloyvunum, sum festararnir fingu í apríl, sæst, at endamálið við taðingini er, sambært umsóknunum, ein roynd at fáa meira gróður og forða fyri, at skaðin versnar. Umsóknin varð send til ummælis hjá Náttúrugripasavninum, Búnaðarstovuni og Tórshavnar kommunu. Náttúrugripasavnið mælti frá og mælti í staðin til at seta forboð fyri at koyra í haganum. Náttúrugripasavnið sigur, at taðingin skaðar nátúrligu plantusamansetingina í haganum. Búnaðarstovan tekur undir við skynsamari taðing fyri at fáa gróður aftur í lendið og forða fyri erosjón. Men Búnaðarstovan leggur tó nógvar treytir við fyri at avmarka ávirkanina á náttúruna. Tær treytirnar hevur Umhvørvisstovan so tikið við í loyvunum. Heilsu og umhvørvisdeildin hjá Tórshavnar kommunu gevur sítt viðmæli við teirri treyt, at taðað verður sum fyriskrivað í kunngerðini um taðing. Í loyvunum stendur annars, at økið fram við vegnum niðan á Sornfelli er i longri tíð taðað við flottøðum. Søkt varð um undantaksloyvi í fimm ár, men loyvini, sum eru latin, eru galdandi til 31. august 2018. Eftir tann dag verða loyvini eftirmett. Nevndin segði millum annað, at tað skuldi eisini lýsast á enskum, so útlendingar fingu høvi at bjóða upp á arbeiðið at listprýða nýggja skúladepilin í Marknagili. Men landsstýriskvinnan fylgdi ikki tilmælinum frá listprýðisnevndini. Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, heldur, at føroysk listafólk megna uppgávuna líka væl sum útlendingar. Bjargingarlið hava nú í eitt samdøgur arbeitt við at bjarga øllum fólkunum úr teimum báðum tokunum, sum rendu á hvørt annað í gjár har suðuri í Italia. Vit leita framvegis eftir øðrum tí eina tokføraranum, hin er illa skaddur. Vit hava ikki vónir um at finna fleiri á lívi, sigur leiðarin í bjargingarliðnum á staðnum sambært NRK . Atvoldin til herviligu tokvanlukkuna er óviss enn. Myndugleikarnir ætla at gera tað, teir eru mentir fyri at finna orsøkina til vanlukkuna, sum hendi um middagsleitið í gjár. Vit gevast ikki, fyrr enn vit vita, hví vanlukkan hendi. Nú mugu avvarðandi hjálpast, sigur italski forsætisráharrrin, Matteo Renzi, við fronsku AFP tíðindastovuna. Tokvanlukkan í Suðuritalia í gjár var so mikið ógvuslig, at myndugleikarnir máttu heita á fólk har um vegir at lata teimum skaddu blóð. Tikið verður móti ull mikudagar til leygardagar millum 13 00 og 18 00 til 20. august, tó er ólavsøkuvikan undantikin. Ullin verður skild í tveir flokkar, og stórur munur er á prísunum. Fyri ull í fyrsta flokki letur Búnaðarstovan 15 krónur fyri kilo, tá meirvirðisgjaldið er við. Fyri ull, sum fer í annan flokk, fáast bara tvær krónur fyri kilo. Ullin verður góðskumett og avroknað á staðnum. Á heimasíðuni hjá Búnaðarstovuni sæst, hvørjar treytir eru galdandi fyri ullarmóttøkuna. Samstundis sum byggivinnan hevur úr at gera og hevur tryggjað sær arbeiði í meira enn eitt ár, vænta fleiri húsarhald, at tey fara at byggja í næstu framtíð. Samstundis sum fleiri og fleiri ætla sær at byggja, fær byggivinnan longu sum er ikki gjørt alt arbeiðið, sum biðið verður um, tí trot er á arbeiðsmegi. Virksemið í byggivinnuni hevur verið stórt nú í nøkur ár. Sjálv metir vinnan, at virksemið er í hæddini. Men meira enn onnur hvør byggifyritøka hevur nú í fimm konjunturkanningum á rað svarað, at trot á fólki er størsta avmarkingin hjá vinnuni. Byggifeløgini hava í miðal tryggjað sær arbeiði 14 mánaðir fram í tíðina. Tað er tað longsta higartil. 25.069 løntakarar vóru í Føroyum í apríl, 539 fleiri enn í apríl í fjør, upplýsir Hagstovan. Løntakararnir gerast støðugt fleiri, men vøksturin er ikki so stórur sum hann var. Metið er frá ársskiftinum 2007 2008, tá 26.000 fólk vóru á lønarlista í Føroyum. So høgur hevur prísurin ikki verið í nógv ár. Talan var um eina hækking upp á meir enn níggju prosent. Nøgdin av laksi minkaði góð fimm prosent niður í stívliga 11.000 tons. Sølan av frystum laksi gongur ikki líka so væl, men prísurin á frysta laksinum var góðar 62 krónur fyri kilo. So høgur hevur prísurin á laksi ikki verið síðan seinast í 1980 unum. Økti prísurin hevur havt við sær, at fleiri keyparar í Týsklandi, Italia og Baltalondum eru givnir at keypa norskan laks, tí prísurin er ov høgur. Orsøkin til høga prísin er, at útboðið er minni enn eftirspurningurin. Orsøkin er laksalús í norsku alivinnuni og sjúka í alivinnuni í Chile. G Festivalurin ætlar ikki at seta krøv til setanarumstøðurnar hjá starvsfólkunum, sum skulu arbeiða fyri Gist og Vist á G festivalinum, sigur Sigvør Laksá. Hetta, hóast starvsfólkini sjálv kunnu fáa eina skattarokning. Grønlendska sjálvstýrið stovnaði 1. juli nýggja felagið Kalaallit Airports, ið skal víðka um floghavnirnar í Nuuk og Ilulissat og byggja nýggja floghavn í Qaqortoq sunnarlaga í Grønlandi. Felagið er so mikið nýtt, at eingin stjóri er settur í felagnum enn. Tí hevur felagið sett Jákup Sverra Kass, stjóra í Vága Floghavn, í fyribilsstarv sum stjóra. Stovnandi aðalfundur verður 21. juli, og í fyrsta umfari fari eg, saman við nevndarformanninum, at mynda felagið, sigur Jákup Sverri Kass við blaðið á netinum. Stjórin í Vága Floghavn er eisini valdur í nevndina í Kalaallit Airports, ið skal víðka um virksemið hjá teimum báðum floghavnunum og byggja ta nýggju floghavnina. Byrjanarkapitalurin hjá felagnum er 200 milliónir krónur. Harumframt hevur felagið fingið formliga tilsøgn frá grønlendska sjálvstýrinum um at læna 100 milliónir krónur. Faroe Petroleum hevur funnið olju og gass í norska partinum av Norðsjónum. Felagið boðar frá, at olja og gass eru funnin í síðubrunni hjá Brassefundinum. Faroe Petroelum er fyristøðufelag og eigur helvtina av loyvinum. Norska oljumálaráðið fegnast um fundin, tí hann er beint sunnan fyri Brageleiðina, har ein oljupallur er. Útlit eru nú fyri, at hesin pallurin kann halda fram leingi afturat, nú olja er funnin so stutt frá honum. Faroe Petroleum eigur 14,3 prosent í loyvinum á Brageleiðini. Í fyrsta umfari eigur ein oyggj at verða vald til at taka av ær, so tær gerast færri. Tað sigur danskur serfrøðingur, sum hevur greinað føroyska landbúnaðin. Mads Randbøll Wolff á Bornholm hevur gjørt eina greining fyri Búnaðarstovuna, har hann metir um kappingina, sum føroyski landbúnaðurin fær frá innfluttum vørum. Um seyðahaldið sigur Mads Randbøll Wolff, at vert er at royna fyrst á einari oyggj at hava færri ær. Hetta hevur stóran týdning, sigur hann, bæði fíggjarliga og umhvørvisliga. Viðvíkjandi neytahaldinum mælir Mads Randbøll Wolff til at fáa gott kálvakjøt burtur úr teimum 4 500 tarvkálvunum, sum verða dripnir so skjótt teir eru kálvaðir. Mads Randbøll Wolff mælir til, at allur bøur verður sligin, og at vit gera fóður til landbúnaðin í staðin fyri at innflyta tað. Til dømis er vert at royna tara. Um útbúgvingina verður sagt, at alt ov nógv undantøk eru. Fleiri undantaksloyvi frá kravinum um útbúgving eiga ikki at verða latin. Ein grundleggjandi útbúgving krevst fyri at vera bóndi í dag. Brúk er fyri fleiri útbúgvingum og eftirútbúgvingum. Mads Randbøll Wolff hevur nógv tilmæli afturat, millum annað um at knýta landbúnað og ferðavinnu saman. Mads Randbøll Wolff skjýtur upp at orða eina politiska ambisjón um at tvífalda arbeiðsplássini í landbúnaðinum í Føroyum, so tey verða 200 í staðin fyri 100. Í samgonguskjalinum stendur, at greið mál skulu setast fyri landbúnaðin, sum skal framleiða meira. Og ein háttur at økja inntøkurnar hjá landbúnaðinum er at dyrka grønmeti. Búnaðarstovan fekk pengar í fíggjarlógini 2016 til at greina málini í landsstýrisins landbúnaðarpolitikki. Mads Randbøll Wolff heldur, at ein háttur at økja inntøkurnar hjá landbúnaðinum er at dyrka grønmeti. Grønlendski búskapurin er í so vánaligum standi, at yvirvísmaðurin og formaðurin í grønlendska búskaparráðnum, Torben M. Andersen, gevur landinum trý ár at koma á føtur aftur annars endar grønlendska samfelagið í búskaparligum skrædli. Hetta skrivaði danska blaðið Børsen mánadagin. Men blaðið tekur ov rívan til, sigur Torben M. Andersen nú við grønlendska kringvarpið KnummarHann heldur ikki, at vandi er fyri fullkomnum skrædli í grønlendska búskapinum. Men grønlendsku politikararnir hava tvey til trý ár at taka djúptøknar avgerðir um broytingar, sum skulu fáa búskapin á rætta kós móti sjálvberandi búskapi. Tá Torben M. Andersen ikki vil kennast við niðurstøðuna hjá Børsen, er tað tí, at Grønland fær 3,7 milliardir krónur frá Danmark um árið. Men neyðugt er at finna 750 milliónir afturat um árið hetta til 2030, áðrenn javnvág er í landskassanum. Hendir tað ikki, er vandi fyri, at fólk í hópatali fara at rýma úr Grønlandi eins og úr Írlandi og Føroyum seint í 20.øld. Í fjør fluttu 200 fólk, sum eru fødd í Grønlandi, úr landinum, men færri enn tað fluttu til Grønlands. Meðan aðrar vinnugreinar, so sum byggivinnan og almennir stovnar hava fleiri fólk á lønarlistanum í ár enn í fjør, arbeiða færri í fiskivinnuni, alivinnuni og aðrari ráevnisvinnu. 66 fólk færri arbeiddu í ráevnisvinnunum í apríl í ár, enn í sama mánað í fjør. 25.069 løntakarar vóru í Føroyum í apríl, 539 fleiri enn í apríl í fjør, upplýsir Hagstovan . 186 fleiri arbeiða hjá tí almenna, og í privatu tænastuvinnunum eru 220 fleiri enn í apríl í fjør. Løntakararnir gerast støðugt fleiri, men vøksturin er ikki so stórur sum hann var. Boris Johnson, fyrrverandi borgarstjóri í London og forsprákari fyri, at Bretland fer úr ES, er tilnevndur bretskur uttanríkisráðharri. Undangongumaður Johnsons, Philip Hammond, er nýggjur fíggjarmálaráðharri, upplýsir skrivstovan hjá Theresu May í Downing Street 10. Bretland fær ein sonevndan Brexit ráðharra, sum fjølmiðlar rópa sessin. Tað verður David Davis. Enn er ógreitt, hvat nýggja ráðið neyvt skal gera. Davis skal helst samráðast um tilgongdina hjá Bretlandi at taka seg úr ES. Ráðið skal eisini sálda fleiri túsund síður av ES lógarteksti burtur úr bretskari lóggávu, skrivar BBC. Orkumálaráðharrin, Amber Rudd, tekur við sessinum sum innanríkisráðharri. Sessurin, sum Theresa May hevði til í gjár, tá hon var hjá Elisabeth drotning og formliga tók við sum forsætisráðharri. Fyrrverandi verjumálaráðharrin, Liam Fox, skal standa á odda fyri nýggjum ráði fyri altjóða handil. Nýggja ráðið skal styrkja handilin við útlond, tá Bretland fer úr ES, veit BBC at siga. George Osborne hevur biðið um at verða loystur úr sessinum sum fíggjarmálaráðharri, boðaði Downing Street frá stutt eftir, at Theresa May tók við sum forsætisráðharri. Osborne hevur verið bretskur fíggjarmálaráðharri síðan 2010, tá David Cameron tók við valdinum. George Osborne var undan fólkaatkvøðuni sjónligasti persónur í átakinum fyri, at Bretland skal verða verandi í ES. Sum siðvenja er á G , fóru tey ungu, ið tjalda, stórleypandi inn á tjaldingarøkið, tá tað læt upp í gjár klokkan 17.00. Fleiri høvdu staðið í bíðirøðini í fleiri tímar. Ikki í lagi er ein nýggjur táttur, sum vit fara at hava hvørja viku í Summarmorgni. Í hesum tátti greina vit støður, ið taka seg upp í gerandisdegnum. Vit hoyra eitt brot úr eini støðu, og síðani hoyra um tveir mátar, sum viðkomandi kann takla støðuna uppá. Síðani skiftir okkara panel orð um, hvussu ein ber seg rættast at. Í dag verða seld 3.500 tons av makreli og 2.000 tons av sild og 600 tons av botnfiski í russiska partinum av Barentshavinum á uppboðssøluni hjá Fiskimálaráðnum. Klokkan trý selur Fiskamarknaðurin makrel og sild. Selt verður í 24 umførum, 24 linjur verða seldar. Tær eru millum 40 og 160 tons av sild og úr 75 tonsum upp í 225 tons av makreli. Vørn selur 600 tons av botnfiski í Barentshavinum í afturlatnari uppboðssølu. Tey, sum ætla at bjóða, skulu lata Vørn boðið í seinasta lagi á middegi í dag. Hjá tí, sum vil uppliva okkurt nýtt og spennandi, er nógv at fara eftir, men tað síðsta, sum kann draga stóru ta fjøldina á G , vantar, heldur Uni Leitisstein Hansen. Barnaheimið hjá Adolf Hitler í eysturríksa býnum, Braunau am Inn, verður søga. Í øllum førum um tað stendur til stjórnina, ið hevur givið loyvi til, at húsið verður rivið niður. Myndugleikarnir í býnum eru ikki longur áhugaðir í, at nýnasistar gera vallaraferðir til býin fyri at verða avmyndaðir framman fyri húsini hjá F hrer, sum hann eisini varð nevndur. Heimið hjá Hitler hevur síðani seinna heimsbardaga verið leigað út til stjórnina, ið hevur brúkt tað til heim fyri fólk, ið bera brek, skrivar politiken.dk Enn er óvist, um ætlanin verður framd í verki. Ein bólkur av søgufrøðingum skal meta um søguliga virðið á bygninginum er so stórt, at húsini skulu varðveitast. Nøkur fólk í Braunau am Inn halda, húsið skal brúkast til at húsa flóttafólkum. Onnur halda, at eitt savn skal gerast í húsunum meðan nøkur halda, húsini skulu takast niður. Barndómsheimið hjá Hitler hevur staðið tómt síðani 2011. Eysturríkski staturin hevur goldið 36.000 krónur í leigu hvønn mánað tey síðstu fimm árini. Til samanberingar hevði Articon tríggjar millióni krónur í yvirskoti eftir skatt í 2014. Nógva virksemið í føroyska samfelagnum sæst eisini aftur í roknskapinum hjá fyritøkuni. Bruttuvinningurin hjá Articon fór úr smáum 75 milliónum krónum í 2014 upp í 130 milliónir í fjør. Fyritøkan hevur arbeiði í gerð fyri tilsamans 459 milliónir krónur, tað eru 135 milliónir meira enn árið fyri. Articon fæst við byggi og anleggsarbeiði, umframt skipstimburarbeiði. Í roknskapinum fyri 2015 staðfestir felagið, at virksemið innan byggivinnuna er stórt og eftirspurningurin stórur. Articon roknar tó við, at nógva virksemið í føroyska samfelagnum fer at økja um áhugan fyri Føroyum í grannalondunum, og tað fer at økja um kappingina. Tað er eisini ein stór avbjóðing at fáa fatur á arbeiðsmegi við røttu førleikunum. Í fjør rindaði Articon góðar 90 milliónir krónur í lønum, eftirlønum og arbeiðsmarknaðargjøldum. Tað eru 30 milliónir meira enn árið fyri. Starvsfólkini gjørdust eisini munandi fleiri í tali í fjør. Sambært ársroknskapinum hjá Articon fór starvsfólkatalið úr 158 fólkum í 2014 upp í 205 starvsfólk í fjør. Stórar útlendska sjónvarpsrásir hava víst myndir av føroyska seyðinum, sum gongur við myndatóli á rygginum í Tjørnuvík, Hósvík, Kalbaksbotni, Syðradali og Bø. Fyrispurningar um Føroyar sum ferðamál eru komnir úr øllum heimi. Guri Højgaard er stjóri hjá Visit Faroe Islands. Tá arbeiðið, at gera bergholið varð boðið út, hevði Articon lægsta boðið, 174,9 milliónir krónur, umleið 25 milliónir krónur ov dýrt. Nakrar sparingar vórðu gjørdar, og Løgtingið játtaði 162 milliónir krónur til arbeiðið. Eitt nú var tosað um at spara í trygdarútgerðini í bergholinum. Hoyr alla samrøðuna við Ewald Kjølbro, stjóra í Landsverki. Men ein fjórðingur av ullini varð vrakaður, sigur Tróndur Leivsson, stjóri á Búnaðarstovuni Búnaðarstovan tekur móti ull seinnapart mikudag til leygardag fram til 20. august, tó er ólavsøkuvikan undantikin. Ullin verður skild í tveir flokkar, og stórur munur er á prísunum. Fyri ull í fyrsta flokki letur Búnaðarstovan 15 krónur kilo, tá meirvirðisgjaldið er við. Stóri eftirspurningurin eftir aldum laksi hevur við sær, at alsamt fleiri laksar eru í alibrúkunum sum eru á sjónum í Noreg, og tí er vandi fyri umhvørvinum, sigur danska náttúruverndarfelagið. Fyri at basa laksalúsini, verða stórar nøgdir av eiturevnum nýtt, og felagið vísir á, at norska alivinnan í fjør nýtti 67.000 tons av ymsum evnum, fyri at fáa tamarhald á laksalúsini. Ístaðin fyri at keypa aldan laks úr Noreg, so vísir felagið til aðrar hættir at ala uppá, millum annað til alibrúkið Langsand Laks, sum alir laks á landi. Kanningin fevnir um 19,2 milliónir fólk úr 102 ymiskum londum. Flogfelagið, Emirates, varð stovnað í 1985, og serliga seinastu árini hevur felagið havt stóra framgongd. Felagið hevur heimstað í Dubai. Næstbest umtókt er eisini eitt flogfelag úr Miðeystri, Qatar Airways, og síðani koma trý flogfeløg úr fjareystri. Europeisku flogfeløgini eru ikki so frammarlaga. Á níggjunda plássi er Turkish Airways, og á tíggjunda plássi er týska felagið, Lufthansa. So nógv olja er ikki goymd umborð á tangaskipum síðani fíggjarkreppan herjaði árini 2008 og 2009, vísir ein uppgerð sum Bloomberg hevur gjørt. Uppgerðin vísir eisini, at í løtuni liggja níggju milliónir tunnur av olju umborð á níggju oljutangaskipum, sum liggja í Norðsjónum, útfyri bretsku strondini. Tað eru tvær milliónir tunnur fleiri enn í mai. Í síni árligu frágreiðing, vísir Altjóða Orkustovnurin, EIA á, at oljan verður goymd, tí feløgini sum selja, vænta at prísurin fer at hækka. Oljan umborð á tangaskipunum í Norðsjónum er ikki seld enn, og smá útlit eru fyri, at oljuprísurin fer at hækka í bræði, tí eftirspurningurin av olju í Evropa veksur ikki, skrivar Bloomberg. Eg vildi eisini vita, hvat var í, so eg tók myndatólið við í lítla vogning og filmaði til tykkum øll, so tit kunnu gera tykkum tykkara egna G burgara, tá tit koma heim aftur. Teir skuldu endað í lummunum hjá starvsfólkunum, ið arbeiddu á festivalunum í fjør drykkjupengarnir, ið kundar av sínum eintingum lótu teimum, sum arbeiddu á festivalunum. Men fleiri av teimum ungu siga fyri Kringvarpinum, at tey als einki hava sæð til drykkjupengarnar. Fleiri ivasom viðurskifti í samband við lønarviðurskiftunum á festivalunum koma undan kavi. Miðalprísurin fyri makrelin var 3,52 krónur fyri kilo, og fyri sildina var miðalprísurin eitt sindur hægri, 3,56 krónur fyri kilo. Tey, sum bjóðaðu, vóru verandi uppsjóvarskip, umframt Fram. Eingin nýggjur bjóðaði upp á fiskin, sigur Høgni Hansen, stjóri, sum heldur, at sølan gekk væl. Tað var í samband við regluligt eftirlit hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni á aliøkinum í Hvannasundi, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan fekk illgruna um sjúkuelvandi virusið Illgrunin kemur eftir, at kanningarúrslit í einum aliringi geva ábendingar um, at HPR del ILA virus er í fiskinum, sigur Bakkafrost í tíðindaskrivi í kvøld. Heilsufrøðiliga Starvsstovan fer teir næstu dagarnar at gera nærri kanningar á aliøkinum A 73 í Hvannasundi. Tey úrslitini verða klár um nakrar dagar. Bakkafrost sendir nýggja fráboðan út tá endaligu úrslitini eru klár, og niðurstøða verður gjørd um, hvussu farast skal fram, sigur fyritøkan í tíðindaskrivinum. 18 fólk eru skadd og eru í livsvanda, og fleiri eru særd, skrivar franska blaðið, Le Figaro, eftir yvirgangsatsóknina í suðurfranska býnum hóskvøldið. Myndugleikar á staðnum upplýsa, at løgreglan í Nice skeyt og drap lastbilføraran, sum, sambært tíðindastovuni AFP, eisini skeyt inn í mannamúgvuna, meðan hann koyrdi. Tað er enn ikki váttað, hvør persónurin er, og um hann varð einsamallur um at fremja álopið. Keldur í løgregluni upplýsa fyri AFP, at samleikapappír eru funnin í lastbilinum, sum ein 31 ára gamal fransk tunesari, sum býr í Nice, eigur. Eingin bólkur ella felagsskapur hevur higartil tikið ábyrgdina av álopinum. Franski forsetin, Francois Hollande, segði í sjónvarpstalu í nátt, at hetta er yvirgangur. Meira enn 100 eru særd. Tað var klokkan hálvgum ellivu í gjárkvøldið lokala tíð, á høvuðsgøtuni í Nice, Promenade des Anglais, at álopið byrjaði. Ein hvítur lastbilur koyrdi spakuliga móti mannamúgvuni og spitaði síðani upp. Lastbilurin pløgdi við nógvari ferð fólk niður og náddi at koyra tveir kilometrar, áðrenn hann varð steðgaður. Vitni siga við bretska blaðið, The Guardian, at førarin koyrdi zik zak, so hann kundi raka so nógv sum møguligt. Franska antiterrordeildin hevur, sambmært AFP, yvirtikið arbeiðið at kanna yvirgangsatsóknina. 13. november í fjør var yvirgangsatsókn framd móti Paris, sum víðgongdi yvirgangsfelagsskapurin, IS, skipaði fyri. Tá lótu 130 fólk lív. Gunrid Hansen úr Føroyum er stødd í Nice, har minst 84 fólk vórðu dripin í eini yvirgangsatsókn, hóskvøldið. Hoyr hana greiða frá her. Ikki í lagi er ein nýggjur táttur, sum vit fara at hava hvørja viku í Summarmorgni. Í hesum tátti greina vit støður, ið taka seg upp í gerandisdegnum. Vit hoyra eitt brot úr eini støðu, og síðani hoyra um tveir mátar, sum viðkomandi kann takla støðuna uppá. Síðani skiftir okkara panel orð um, hvussu ein ber seg rættast at. Uttan fyri tjaldingarøkið stendur ein vognur, har gestirnir á G kunnu keypa sær burgarar. Hóast teir eru einfaldir, lata fólk sera væl at. SavnsgGull er verkætlanin, sum skal bjarga tilfarinum í savninum hjá Kringvarpi Føroya. Í savninum er tilfar, sum lýsir modernaðu søgu føroyinga frá 1957 til í dag. Endamálið er at talgilda savnið, og síðani at geva almenninginum atgongd til tilfarið. Svarið er, at tað er alneyðugt av tí orsøk, at savnið er helst størsta heimildin vit eiga um nýggja føroyska søgu. Tað hevur somuleiðis stóran týdning, at savnið verður talgildað nú, tí útgerðin sum skal til, tá bondini skulu spælast, gerst eldri og verri at fáa fatur á, og serfrøðingar vænta, at um ikki alt ov langa tíð, kann tað verða ógjørligt at fáa talgilt tilfarið í savninum. Vit kunnu tí siga, at tað er í seinastu løtu, at verkætlanin varð raðfest og fekk fígging frá okkara almenna verki. Ein stórur partur av sjónvarpssavninum eru bond, sum ikki kunnu talgildast í Føroyum, tí útgerðin ikki er at fáa hendur á. Í 2016 vóru 5 milliónir krónur latnar Savnsgulli í stuðli frá A. P. Møller og Hustru Chastine Mc Kinney Møllers Fond til almene Formaal. Gongd varð sett á talgildingararbeiðið í 2014 og væntast at verða liðugt 2020 23 . Arbeiðið er skipað í tríggjar eindir pappír, útvarpsbond og sjónvarpsbond har tað í høvuðsheitum verður arbeitt við at talgilda og skráseta tilfarið. Ungdómshúsið er litríkt og alternativt. Vesið er innrættað sum rúmdin, gongin sum eitt sirkus, og stovan er prýdd við setningum úr barnarættindasáttmálanum. Fimm børn hjá teimum sum doyðu, tá sluppin Anna av Toftum fór land á við Grindavík í Íslandi í 1924, vóru við til eitt serligt minningarhald í gamla kirkjugarði í Reykjavík í august 1999. Tá vóru júst 75 ár liðin síðani stóru vanlukkuna. Allir sum vóru við toftasluppini doyðu, og í sendingini Tað kennist sárt greiða børnini hjá teimum frá, hvussu tað var at gerast faðirleys í 1920 unum, tá tíðirnar vóru ringar. Jógvan Eli Dam, Bjarni Á. Rubeksen og Bjørg Mohr filmaðu, Ragnar A. Jacobsen klipti og Tórður Mikkelsen legði til rættis fyri Sjónvarp Føroya. Greinin heldur fram niðanfyri. Russiski forsætisráðharrin, Dmitri Medvedev, hevur sent samkensluheilsan til Fraklands, og til tey, sum líða undir hatska álopinum í Nice og familjur teirra. Men meðan útheimurin fordømir álopið, arbeiða løgregla og kanningarfólk framvegis við at fáa greiða á, hvør skipaði fyri álopinum. Álopið varð framt á strandpromenaduni í Nice, har fleiri hundrað fólk vóru savnað fyri at síggja fýrverk í sambandi við, at tjóðardagur var í Fraklandi í gjár. Bergur Djurhuus Hansen var staddur bara umleið 30 metrar frá staðnum, har lastbilurin, sum hevði koyrt á fólk í Nice, steðgaði hóskvøldið. Fólk róptu og runnu í allar ættir, og vit vistu ikki beinanvegin, hvat var hent, sigur Bergur Djurhuus Hansen, ið var vitni til yvirgangsatsóknina. Hoyr hann greiða frá her. Yvirgangsatsóknin í franska býnum Nice er ófatiligur óndskapur. Eg eri tungur í huga, nú Frakland aftur er rakt av skelkandi yvirgangsatsókn, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður. Aftur hesaferð eru fullkomiliga verjuleys fólk offur fyri yvirgangi. Hetta er tíverri enn eitt álop á okkara grundleggjandi virði í Evropa, sigur løgmaður í almennari fráboðan. Vit hugsa um tey deyðu, særdu og teirra nærmastu. Okkara tankar eru við franska fólkinum í hesari myrku og sorgarbundnu løtu, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður. Nú illgruni er um sjúkuelvandi ILA virus í alibrúkinum hjá Bakkafrosti í Hvannasundi, er forboð sett fyri at fiska nærri enn 1.000 metrar frá aliringum. Bakkafrost kunngjørdi í gjár, at illgruni er um, at fiskur í aliøkinum hjá Bakkafrosti í Hvannasundi Norður er fongdur við sjúkuelvandi ILA virusi. Regluligt eftirlit hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni vísti illgrunan. Tvey sløg eru av ILA virusi, annað er sjúkuelvandi, hitt er ikki. Fleiri kanningar skulu nú gerast, so greiða fæst á um ILA virus er í alibrúkinum hjá Bakkafrosti. Í løtuni ber ikki til at siga nær úrslitið frá kanningunum er klárt. Vit útbúgva alt ov nógvar lærarar, sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag, nú fleiri nýútbúnir lærarar hava søkt størv, sum teir ikki hava fingið. Selma Høgensen, sum júst hevur tikið læraraprógv, er ein av mongum, ið ikki hevur fingið starv, hóast hon hevur sent fleiri umsóknir. Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur, í sambandi við regluligu kanningarnar av alibrúkunum, fingið úrslit, sum vísa, at illgruni er um, at sjúkuelvandi ILA virus er í A 73, Hvannasund Norður, sum Bakkafrost eigur. Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur fólk á staðnum at gera kanningar. Hesar kanningar verða so alt fyri eitt sendar til starvsstovuna til greiningar. Vísir tað seg, at smitta er, vera alibrúkini, sum eru tættast við, eisini kannað, sigur Birna Mrkøre, landsdjóralækni. Fyrimunurin hjá skipunum, ið frammanundan hava fingið stórar kvotur í Barentshavinum, er alt ov stórur, sigur reiðari, ið, sum tann einasti, bjóðaði upp ímóti Kappingin um toskin í Barentshavinum er sera ójøvn. Meðan vit skulu gjalda fyri hvørt einasta tonsið, so kunnu kappingarneytarnir javna prísin á uppboðssøluni yvir alla kvotuna, sum tey fáa ókeypis frá landinum. Tað sigur Ludvík við Stein, ein av eigarunum á Sjagakletti, sum tá avtornaði gjørdist ov stuttur á uppboðssøluni um toskin í russiska partinum í Barentshavinum. Talan er um fimm olju og gassleiðir í norskum øki, og keypsprísurin er umleið eina hálva milliard krónur, upplýsir DONG fyri Berlingske Business. Greinarar hava leingi sett spurnartekin við, um DONG er rætti eigarin av olju og gassi, eftir at felagið fór undir at arbeiða við vindmyllum. DONG var í samráðingunum við Mærsk Oil um at sølu av olju og gassvirkseminum, men samráðingarnar endaðu úrslitaleysar, tí partarnir kundu ikki semjast um prísin. Umsetningurin hjá Faroe Petroleum var í 2015 slakar 1,5 milliardir krónur, í mun til umsetingin hjá DONG, sum var 12 milliardir krónur Faroe Petroleum megnar ikki sum er, at keypa virksemið frá DONG, men felagið hevur boðað frá, at tað fer at finna tær 533 milliónir krónur, sum skulu fíggja keypið. Tá Faroe Petroleum gjørdi av at bjóða, vísti felagið á, at olju og gassleiðirnar hjá DONG høvdu stóran strategiskan týdning fyri felagið, tí tað vildi geva ein skattafyrimun uppá 84 milliónir dollarar, tí ymsir norskir frádráttir gera tað møguligt. Hóast DONG nú selur fimm olju og gassleiðir til Faroe Petroleum, so er DONG framvegis virkið í norskum øki, tí felagið eigur gassleiðina Ormin Langa. 84 fólk lótu lív, yvir 200 vórðu skadd, harav yvir 50 álvarsliga, tá ein 31 ára gamal maður koyrdi inn í mannamúgvuna sum hátíðarhelt bastiljudagin á strandarvegnum í Nice. Eg fari at lurta eftir øllum møguleikum, og eg ynski at skotska stjórnin verður við í tilgongdini, segði Theresa May eftir fundin. Eftir fundin segði Nicola Sturgeon, at hon ikki dugdi at ímynda sær, at bretska stjórnin fer at seta seg ímóti eini nýggjari fólkaatkvøðu í Skotlandi um fullveldi, um tað er tað sum skotar ynskja. Eg arbeiði eftir at tað vildi verið fullkomiliga skeivt at royna at forða fyri eini skotskari fólkaatkvøðu um fullveldi, um tað er tað sum fólk í Skotlandi ynskja, segði Sturgeon. Altjóða Valutagrunnurin, IMF, hevur einaferð enn ávarað norsku myndugleikarnar um høgu húsaprísirnar, sum framvegis hækka, og kunnu gerast ein vandi fyri norska búskapin. Valutagrunnurin vísir á, at húsaprísirnir eru hækkaðir við 140 prosentum síðani aldarskiftið, og tað er tvær ferðir so nógv sum vanligi prísvøksturin. Samstundis er skuldi hjá vanligu norsku familjunum økt úr 145 prosentum av inntøkuni í 2002, upp í 220 prosent í fjør. Og tað er hægri enn í nøkrum øðrum landi sum Noreg kann samanbera seg við. Orsøkina til gongdina sigur IMF vera lága arbeiðsloysið, lága rentan, og skattafyrimunir sum fólk fáa við at seta pengarnar í hús, heldur enn aðrar íløgur. Harfatrat kemur, at fólk flyta til býirnar, og tað trýstir prísin uppeftir. Tað sama gera reglur sum darva bústaðarbygging, skrivar IMF í frágreiðingini um norska bústaðarmarknaðin. Róðurin í dag er tann sætti í FM kappingini í summar og tann síðsti fyri ólavsøku. Roknast kann tí við, at fyrstu føroyameistararnir verða funnir í dag. Tíðindastovan Reuters skrivar, at 50 hermenn sum vóru á stóru brúnni um Bospurussundið hava givið seg yvir, og turkiska stjórinin sigur seg hava tamarhald á støðuni Konsertin hjá Jacob Bellens, sum skuldi vera á sandinum, bleiv flutt í Tøting. Grundin var, at tað hoyrdist ikki mannamál á sandinum fyri brimi. Sigvør Laksá sigur, at um hon ikki hevði ábyrgd av fíggjarliga partinum, so hevði hon verið sera fegin um dagin í gjár, tí tað vóru heilt serstakar konsertupplivingar. Tað var kensluborið at súkkla seinasta teinin inn í franska høvuðsstaðin, sigur Alfred Hummeland, sum er ein av 48 súkklarum á føroyska Rynkebyliðnum. Harumframt vóru 10 hjálparfólk við á ferðini, og uttan tey bar ikki til, sigur Alfred Hummeland. Í Paris vóru áleið hálvthundrað fólk, sum tóku ímóti føroysku súkklarunum. Í kvøld fer Rynkebyliðið á matstovu, og so er henda drúgva ferðin komin at enda. Eitt endamál við ferðini er at savna pengar til børn við krabbameini. Tann upphæddin verður kunngjørd í september. Báturin var farin inn í Kalsvík á Kalsoynni við 7 fólkum umborð, men ring líkindi og ógvusligt brim gjørdi, at báturin slapp ikki úr aftur víkini. MRCC fekk boðini um at báturin var í neyð klokkan 19 48. Bæði tyrlan og bjarginarbáturin Lív vóru sendir avstað beinanvegin, meðan Brimil eisini byrjaði at sigla móti Kalsvík. Norðoya bjargingarfelag var eisini við í bjargingini. Bjargingarbáturin Ziska var á beding og tí var Norðoya bjargingarfelag í einum læntum skjóttgangandi báti. Sambært vakthavandi hjá MRCC var trupulleikin, at samband ikki fekst við bátin. Men aftaná ein góðan tíma eydnaðist tað at vísa RIB bátinum veg út úr Brimsvík og í slættari sjógv. Talan er um fimm olju og gassleiðir í norskum øki, og keypsprísurin er umleið eina hálva milliard krónur , upplýsir Dong fyri Berlingske Business. Greinarar hava leingi sett spurnartekin við, um Dong er rætti eigarin av olju og gassi, eftir at felagið fór undir at arbeiða við vindmyllum. Dong var í samráðingum við Mærsk Oil um at sølu av olju og gassvirkseminum, men samráðingarnar endaðu úrslitaleysar, tí partarnir kundu ikki semjast um prísin. Faroe Petroleum hevði í fjør ein umsetning uppá slakar 1,5 milliardir krónur , í mun til umsetningin hjá Dong, sum var 12 milliardir krónur Faroe Petroleum megnar ikki sum er, at keypa virksemið frá DONG, men felagið hevur boðað frá, at tað fer at finna tær 533 milliónir krónur , sum skulu fíggja keypið. Tá Faroe Petroleum gjørdi av at bjóða, vísti felagið á, at olju og gassleiðirnar hjá DONG høvdu stóran strategiskan týdning fyri felagið, tí tað vildi geva ein skattafyrimun uppá 84 milliónir dollarar, tí ymsir norskir frádráttir gera tað møguligt. Hóast Dong nú selur fimm olju og gassleiðir til Faroe Petroleum, so er Dong framvegis virkið í norskum øki, tí felagið eigur gassleiðina Ormin Langa. Tað fer at skaða politiska og hernaðarliga samstarvið millum londini og er harumframt fullkomiliga skeivt, sigur amerikanski uttanríkisráðharrin, John Kerry, í røðu, eftir, at eitt nú turkiski arbeiðsmálaráðharrin í gjár róði framundir, at USA hevði ein fingur við í spælinum. Erdogan forseti vil hava amerikanar at úflýggja Fethullað Gulen, sum býr í USA. Gulen er leiðari í eini islamiskari rørslu, sum virkar fyri fólkaræði og sekularisering í Turkalandi. USA hevur herfólk og flogfør í Turkalandi, og yvirhøvur eru álop á Sýria gjørd úr Turkalandi. Amerikanska stjórnin fer at kanna, um tað er grundarlag fyri at útflyggja Gulen til Turkaland. Uttanríkisráðið hevur í morgun hevur broytt tilmælið til fólk, sum ferðast til Turkalands. Støðan er nú tann sama sum áðrenn kvettroyndina um vikuskiftið, og ráðið mælir ikki longur fólki frá at ferðast til Turkalands. Maðurin, sum, við einum lastbili, drap í minsta lagi 84 fólk í Nice, 31 ára gamli Mohamed Lahouaiej Bouhlel, hevði tvær ferðir frammanundan verið á Promenade des Anglais við leigaða lastbilinum. Sama kelda sigur, at løgreglan hevur avhoyrt hundraðtals fólk síðani gerningamaðurin pløgdi hundraðtals fólk niður eftir fýrverkið á promenaduni í Nice hóskvøldið. Franska løgreglan hevur í morgun handtikið tveir persónar aftrat í sambandi við yvirgangsatsóknina, sigur franska sjónvarpsrásin, BFM. Í gjár átók yvirgangsfelagsskapurin, IS, sær ábyrgdina av álopinum. Men ivasamt er, um tað er rætt. Mátin, sum IS orðaði seg í fráboðanini, fær fleiri kanningarfólk at ivast í, um yvirgangsfelagsskapurin er við í hesum. Frá tí, sum vit vita, haldi eg ikki, at IS hevur lagt álopið til rættis. Tað er altíð ein farri av opportunismu í fráboðanunum hjá IS, tá tey taka ábyrgd av atsóknum, tað hava vit sæð fyrr, sigur Hans Brun, granskari í yvirgangi, ið er knýttur at svenska verjuháskúlanum og King s College í London. Propagangaheimasíðan hjá IS, Amaq, skrivaði í gjár, at álopið, sum kravdi 84 mannalív, varð gjørt eftir áheitan frá felagsskapinum. Tað mugu vit taka, sum tað er. Mær vitandi eru einki prógv funnið, sum knýtir álopið í Nice og IS saman. Fleiri kanningar skulu gerast. Sambært íslendska kringvarpinum, RÚV, merkir hetta, at íslendska landsliðið hevur vunnið seg 109 pláss fram, síðan svenski venjarin, Lars Lagerb ck, tók við sum venjari í 2011. Wales er farið 15 pláss fram og er 11. besta landsliðið, Kroatia hevur yvirhálað 12 onnur lond og er nú á 15. plássi, og Polland er farið 11 stig upp og er nú nummar 16 á FIFA styrkilistanum. Tað var um 11 tíðina í morgun, at løgreglan fekk fráboðan um, at ein maður varð dottin oman. Tveir menn, um 30 ára aldur, útlendingar, vóru farnir í fjøllini omanfyri Gøtugjógv at ganga, tá óhappið hendi. Myndugleikarnir kenna heldur ikki samleikan hjá einum persóni, sum er innlagdur á sjúkrahús, upplýsir franski heilsumálaráðharrin, Marisol Touraine, í dag. Franska løgreglan hevur seinnapartin handtikið ein 22 ára gamlan mann, sum er undir illgruna fyri at hava hjálpt Mohamed Lahouraiej Bouhlel at leggja rutuna hetta kvøldið til rættis. Tað skrivar AFP tíðindastovan. Men sambært verjanum hjá tí 22 ára gamla manninum, hevur hann kent Mohamed í bara fáar mánaðir, og at eingi verulig prógv eru ímóti honum. Í morgun handtók franska løgreglan eina kvinnu og ein mann í sambandi við kanningararbeiðið eftir álopið. Sostatt sita nú átta fólk í varðhaldi. Føroyski útflutningurin heldur fram at vera størri enn innflutningurin. Til 1. juni var útflutningurin næstan hálva milliard størri enn innflutningurin sambært tølum, sum Hagstovan kunnger. Útflutningurin er eisini næstan hálva milliard krónur størri í ár enn hann var til 1. juni í fjør, hóast minni uppsjóvarfiskur er útfluttur í ár. Alilaksurin stendur enn sum fyrr fyri størsta krónutalinum í útflutninginum. Til 1. juni varð alilaksur útfluttur fyri góðar 1,4 milliardir krónur, sum eru 438 milliónir, 45 prosent, meira enn í fjør. Føroyski innflutningurin er slakar 400 milliónir størri í ár enn í fjør. Men her gera skip og flogfør stóran mun, 209 milliónir krónur í ár og 18 milliónir í fjør. Og lági oljuprísurin ger framvegis stóran mun í innflutningstølunum. Til 1. juni í ár keyptu føroyingar brennievni uttanlands fyri 242 milliónir krónur, sum eru 155 milliónir krónur, 39 prosent, minni enn í fjør. Tí stuðulin ger, at bøndur hava aðrar pengar at keypa hoyggj fyri uttanlands. Tað sigur Mads Randbøll Wolff, sum hevur greinað føroyska landbúnaðin fyri Búnaðarstovuna. Føroyar innfluttu hoyggj fyri níggju milliónir krónur í fjør. Innflutningurin er vaksin, hóast landskassin letur studning til at hoyggja í Føroyum. Tí stuðulin ger, at bøndurnir hava aðrar pengar tøkar at keypa innflutt hoyggj fyri. Mads Randbøll Wolff mælir til at gera heildarætlan um fóður, so sleppast kann undan innflutningi. Hann mælir til at sláa allan bø og velta upp úr nýggjum. Mads Randbøll Wolff mælir millum annað eisini til at kanna, um ikki ber til at brúka tara, bygg og mask frá bryggjaríunum sum fóður. Eisini heldur hann tað vera vert at royna, um rossa bønir ikki kunnu brúkast í staðin fyri innflutt fóður úr sojabønum. Hetta verður gjørt við góðum úrsliti á Bornholm, sigur Mads Randbøll Wolff. Ófriður kring heimin hevur rikið fleiri milliónir fólk frá húsi og heimi í heimlandi teirra, men bara ein lítil partur av flóttafólkunum hava funnið skjól í heimsins ríkastu londum. Tað vísir frágreiðing frá Oxfam felagsskapinum í dag. Sambært nýggjastu tølunum búgva minni enn níggju prosent av heimsins flóttafólkum í einum at teimum seks størstu búskapunum, USA, Kina, Japan, Týsklandi, Fraklandi og Bretlandi. Tað svarar til 2,1 millión flóttafólk. Seks tey ríkastu londini standa til samans fyri 60 prosentum av allari heimsins bruttotjóðarúrtøku, men tað eru tey fátæku londini, sum bera størstu byrðuna. Tað er niðurstøðan hjá Oxfam sambært blaðnum The Guardian. Slakar 12 milliónir fólk, umleið helmingurin av flóttafólkunum í heiminum, hava søkt sær skjól í Jordan, Turkalandi, palestinsku sjálvstýrandi økjunum, Pakistan, Libanon og Suðurafrika. Til samans standa hesi lond fyri minni enn tveimum prosentum av heimsbúskapinum, og tað fær Mark Goldring, stjóra í bretsku deildina hjá Oxfam, at finnast at støðuni. Tað er ein av størstu avbjóðingunum í okkara tíð, og kortini eru tað fátæku londini og fátækari fólk, sum taka hesa ábyrgd á seg, sigur Mark Goldring við The Guardian. Støðan er fløkt og krevur samskipað og altjóða átøk, har tey ríkastu londini taka sín part av ábyrgdini og taka ímóti fleiri flóttafólkum og gera meira fyri at hjálpa og verja tey, har tey eru, sigur hann. Millum ríkastu tjóðirnar tekur Týskland greitt størstu byrðuna, vísir kanningin. Umleið triðingurin av teimum til samans 2,1 millión flóttafólkum halda til í Týsklandi. Bretland hevur bara tikið í móti 170.000 flóttafólkum. Tað er skammiligt, at Bretland, ein av heimsins størstu búskapum, bara hevur givið minni enn einum prosenti av flóttafólkunum í heiminum skjól, sigur Mark Goldring hjá Oxfam. Arbeiðið at gera nýggja lønarskipan fyri almenna arbeiðsmarknaðin er ikki byrjað enn, hóast semja var millum fakfeløg og Lønardeildina í fjør heyst um at gera slíka skipan. Í nøkrum semjum stendur, at arbeiðið skuldi byrja í vár. Men tað gjørdi tað ikki. Fakfeløgini hava fingið at vita frá Lønardeildini, at har hava tey ikki fólk til at gera arbeiðið nú. Tað er tí útsett til í heyst, skrivar formaðurin í Starvsmannafelagnum, Súni Selfoss, í Starvsblaðnum. Tað er brot á gjørdar avtalur, at arbeiðið ikki er farið í gongd enn, sigur Súni Selfoss. Tað tekur rúma tíð og krevur, at arbeiðsmegi verður sett av til arbeiðið, at gera nýggja almenna lønarskipan, skrivar formaðurin í Starvsmannafelagnum. Partarnir eru samdir um at gera almenna lønarskipan í sáttmálaskeiðinum, stendur í sáttmálanum millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið. Sáttmálaskeiðið endar 1. oktober næsta ár. Endamálið við nýggjari, almennari, lønarskipan er at løna fólki fyri innihaldið í starvinum, útbúgving og førleika. Nýggja lønarskipanin skal eisini vera einfaldari enn tann, sum nú er galdandi fyri almenna arbeiðsmarknaðin. Vánalig skrá, vánaligt veður og færri fólk enn vanligt. G Í ár var ikki tað besta, sum hevur verið, Tað sigur 16 ára gamla Tóra í Stórustovu, sum ummælti G Festivalin. Tykisheimur er heitið á vælkenda virtual reality, sum longu hevur gjørt um seg uttanlands. Nú er tað komið til Føroya, her tú kanstvera í føroyskum umhvørvi. Tað snýr seg í stuttum um, at tú fert í brillur, ið hava ein skerm, og hoyribúffar, og so bæði hoyrir og sært tú eitt annað umhvørvi. SMS netverkið hjá Amnesty er stórsta og mest úrslitagóða átak hjá Amnesty í norðanlondum. Tað verður brúkt tá skjót atgerð og nógvar undirskriftir eru neyðugar. Tað er einfalt og úrslitagott. Ein út av trimum atgerðum skapa úrslit. Hósdagin selur Vørn 600 tons í russiska partinum av Barentshavinum, og fríggjadagin verða 2.000 tons av makreli seld á afturlatnari uppboðssølu. Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur fingið kanningarúrslitini aftur frá ILA kanningunum í Hvannasundi. Tað eru góð tíðindi fyri Bakkafrost, í øllum førum fyribils. Nú kemur svarið um samráðingarnar um møguleikarnar hjá Føroyum í EFTA í fyrsta lagi í november. Danski uttanríkisráðharrin hevur endurtikið, at Danmark stuðlar Føroyum í EFTA málinum, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkismálum, sum nú hevur skattað dýpið í øllum EFTA londunum. Kristian Jensen, uttanríkisráðharri, skrivaði til EFTA. Sølan gav tí 2,7 milliónir krónur í landskassan. Sjey bjóðaðu uppá fiskin, og fýra sluppu upp í part. Talan er um sonevnda afturlatna uppboðssølu, sum Vørn skipar fyri vegna Fiskimálaráðið. Í síðstu viku vórðu 5.500 tons av uppsjóvarfiski, makreli og norðhavssild, og 1.800 tons av toski í Barentshavinum seld á trimum uppboðssølum. Fólk róptu háðandi eftir Manuel Valls, forsætisráðharra, eftir, at tøgn hevði verið í ein minutt um middagsleitið at minnast tey deyðu í yvirgangsatsókni hóskvøldið. Legg frá tær, Manuel Valls og drápsmaður róptu fólk millum annað, tá túsundtals fólk vóru komin saman at minnast fólkini, sum doyðu í álopinum. Bæði undan og eftir minningarhaldið róptu fólk háðandi eftir Manuel Valls, tveimum ráðharrum og embætisfólkum hjá forsætisráðharranum sambært fronsku tíðindastovuni, AFP. Nicolas Sarkozy, fyrrverandi forseti, er ein av teimum, sum hevur hartað stjórnina eftir álopið. Øll fyrilit, sum áttu at verðið tikin, vórðu ikki framd, sigur hann. Vit eru í kríggi. Tað er annaðhvørt tey ella vit, sigur Nicolas Sarkozy í kjalarvørrinum á yvirgangsatsóknini í suðurfranska býnum, Nice, hóskvøldið. Ein 31 ára gamal maður koyrdi inn í fleiri mannamúgvur, ið hátíðarhildu franska tjóðardagin í Nice hóskvøldið. 84 fólk lótu lív, 18 eru framvegis í lívsvanda. Í fjør fingu 200 snellubátar makrelkvotu, men bara stívliga fjórðingur teirra fiskaði makrel. Fiskifr ttir skriva, at 80 ísfiskaskip, tað er annað hvørt skip, hava longu latið øðrum rættin at fiska makrel í ár. Íslendska makrelkvotan er 152.000 tons í ár. Harafturat eru góð 14.000 tons, sum lupu av í fjør. 320 skip og bátar sleppa at fiska kvotuna. Íslendska makrelveiðan er byrjað, og okkurt nótaskip hevur landað. Ísland er ikki við í semjuni millum hini strandarlondini um, hvussu heildarkvotan skal býtast millum londini, og ásetur sær sína egnu makrelkvotu. Ronja og Úlvhild royndu í tveir mánaðir at liva øðrvísi enn í eini øðrvísi mentan. Tær gjørdu hjálpararbeiði í eysturafrikanska landinum Tansania. Álopið hendi mánakvøldið stutt eftir, at tokið kom til W rzburg í landspartinum, Bayern, í Suðurtýsklandi. Vitni hava greitt frá, at maðurin rópti Allahu Akbar Gud er stórur undir álopinum, hava vitni greitt frá sambært BBC Týska løgreglan upplýsir, at fýra av ferðafólkunum hava fingið skaða, av teimum trý álvarsligan, meðan 14 ferðafólk sluppu frá álopinum uttan likamligt mein. Tey eru kortini skelkað av hendingini, skrivar týska løgreglan. Eitt ferðafólk hálaði í neyðbremsuna, tá 17 ára gamli maðurin stutt eftir klokkan níggju mánakvøldið leyp á ferðafólk, skrivar SkyNews. Løgreglan leyp á tokið, og skeyt og drap gerningsmannin, tá maðurin royndi at flýggja frá staðnum. Joachim Herrmann, innanríkisráðharri í landspartinum Bayern, upplýsir, at talan er um 17 ára gamlan mann úr Afganistan. Hann kom einsamallur til Týsklands sum barn og búði eitt skifti á móttøkumiðstøð í Ochsenfurt uttanfyri W rzburg, skrivar NTB. Talan er helst um yvirgangsálop sambært AFP. Týskland er eitt av londunum, sum tekur móti nógvum flóttafólkum. Til samans 222.264 eru skrásett at hava søkt um friðskjól í landinum fyrra hálvár í ár. Seinna hálvár í fjør søktu umleið 500.000 um friðskjól í Týsklandi. Felags evropeiski løgreglumyndugleikin, Europol, hevur fyri fyrstu ferð roknað út, hvussu væl tað lønar seg at fremja brotsverk í Evropa. Niðurstøðan í kanningini er greið Um tú bara hugsar um pengarnar, so loysir tað seg, og væl enntá, at fremja brotsverk. Tað skrivar Berlingske. Politimyndugleikin í Evropa leggur bara hald á 2,2 prosent av vinninginum frá brotsverkum í Evropa, metir Europol í greiningini sambært blaðnum. Brotsfólkini fáa helst umleið 97,8 prosent av ólógligu pengunum, sum, sambært ST skrivstovuni, snýr seg um upp í 817 milliardir krónur fyri rúsevni og brotsverk. Tað lønar seg framvegis at fremja brotsverk, og tað fer tað altíð at gera. Og hetta fer heldur ikki at broytast í næstu framtíð, sigur Burkhard Møhl, serfrøðingur. Trupulleikin skal niðurberjast í samstarvi millum ES londini. Úrslitið av bøttum samstarvi fer at síggjast næstu árini, staðfestir Burkhard Møhl sambært blaðnum. Tað er samsýningin, samtakið Eta lokkar við, tá samtakið sóknast eftir sjálvbodnum at arbeiða á tveimum teimum stóru tónleikafestivalunum í summar. Lønin verður altso ikki goldin í krónum og oyrum. Hetta er sama mannagongd, sum varð brúkt í 2015, tá Eyðun Mørkøre, stjóri í TAKS, talaði at . Men atfinningarnar hava eftir øllum at døma ikki rinið við hjá Eta. Sama mannagongd verður aftur í ár brúkt tá starvsfólk verða lønt fyri sítt arbeiði á festivalunum. G festivalurin var í síðstu viku, og Summarfestivalurin verður í august. Lýsingin hjá Eta sæst framvegis á føroyskum portalum lýsingin, ið lokkar við atgongumerki sum samsýning. Einki bendir sostatt á, at atfinningar rína við hjá Eta. Hetta er ikki røtt mannagongd og er við til at undirgrava allar verandi skipanir, segði Pætur Niclasen, formaður í S og K felagnum í Degi og viku tann 8. juli. Eta er partur av Gist og Vist samtakinum, sum er limur í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, vil ikki gera viðmerkingar til, um Arbeiðsgevarafelagið góðtekur framferðina sum hana hjá Eta. Marita Rasmussen vísir tó á, at tað er grundleggjandi, at allir sáttmálar verða hildnir. Útvarpið ætlaði mánadagin at spyrja Johannes Jensen, stjóra hjá Eta, hví samtakið ikki lønar sínum starvsfólkum eftir vanligum treytum. Útvarpið vildi eisini vita, hví samtakið ikki letur við seg koma, tá skattamyndugleikin, TAKS, og fakfelagið hjá krambafólkum, S og K, gera vart við, at mannagongdin ikki er í lagi. Men Johannes Jensen, stjóri, svaraði ikki útvarpinum mánadagin. Tað eydnaðist tí ikki útvarpinum at fáa eina viðmerking frá stjóranum í Eta. Útvarpið royndi eisini at fáa eina viðmerking frá øðrum í Eta samtakinum mánadagin, men víst verður til stjóran, Johannes Jensen, sum altso ikki svarar. Marianna Holm Jacobsen er íðin hondbóltsspælari, og hetta vildi hon eisini menna. Hon fór eftir at hava lokið 10. floksprógvið í Føroyum til Danmarkar at spæla hondbólt og ganga á miðnámi. Frakland fer í dag væntandi at leingja undantaksstøðuna. Hon varð sett í verk eftir yvirgangsálopið í París 13. november í fjør, og er longd tríggjar ferðir. Franska tjóðartingið fer helst at samtykkja at leingja undantaksstøðuna til fyrst í 2017, sigur kelda í franska tjóðartinginum við tíðindastovuna AFP. Løgreglan kann eisini áleggja fólki, sum hildið verður eru hóttan fyri trygdina, um at møta upp á politistøðini dagliga, tá undantaksstøða er í landinum. Men ikki øll taka undir við undantaksstøðuni í landinum. Sambært Amnesty International er hon brot á mannarættindi, og hon diskriminerar muslimar. So seint sum hósdagin, nakrar tímar undan álopinum í Nice, tá 84 fólk lótu lív , boðaði franski forsetin, Francois Hollande frá, at hann hevði ætlanir um at taka av undantaksstøðuna. Teir næstu dagarnar kunnu vit vænta at síggja fleiri fólk á gøtuni við høvdinum í telefonunum. Við Vesturkirkjuna, við Norðurlandahúsið, hjá Pidda á Toftum og nógv nógv onnur støð. Tey eru ikki á Facebook ella Instagram. Tey fanga pokemonnar. WikiLeaks arbeiðir fyri, at fólk skulu fáa innlit í almennu skipanina. Boðini um turkisku skjølini koma eftir, at herurin í Turkalandi fríggjakvøldið royndi at taka valdið frá Erdogan, forseta. Felagsskapurin WikiLeaks gjørdist av álvara kendur um heimin, 5. apríl 2010, tá felagið almannakunngjørdi eitt amerikanskt sjónvarpsbrot frá einum álopi í Bagdad í Irak. Tað var 25 ára gamli amerikanski hermaðurin, Bradley Manning , sum gav WikiLeaks upptøkuna, og hann er seinni dømdur. Upptøkan vísti, at amerikanski herurin gjørdi av við fleiri sivilfólk, og tvey tíðindafólk hjá Reuters. Í juli sama ár, almannakunngjørdi WikiLeaks 90.000 hernaðarskjøl um kríggið í Afghanistan. Nú verða so 100.000 um valdsbýtið í Turkalandi almannakunngjørd, boðar felagskapurin frá. Higartil í ár hevur tyrlan verið líka nógvar sjúkraflutningstúrar úr Sandoy, Suðuroy ella útoygg og sum oftast til Landssjúkrahúsið alt árið í fjør, vísa tøl hjá MRCC. Tyrlan er blivin meiri og meiri brúkt hvørt árið tey seinastu fimm árini. Í 2015 fleyg tyrlan 50 sjúkraflutningstúrar. Árið fyri fleyg hon 40 ferðir við sjúklingum. Í 2010 fleyg tyrlan 19 ferðir við sjúklingum. Hinir sjúklingarnir, ið skuldu millum oyggjar tað árið, máttu bíða eftir Strandferðsluni. Edward Bjarnason, leiðari á MRCC veit ikki, hví so er. MRCC og Heilsumálaráðið eru fýra ferðir um árið á fundi um millum annað sjúkraflutningstænastuna. Vaksandi talið av sjúklingum, tyrlan flytir millum oyggjarnar, er eitt mál, ið verður viðgjørt. Turid Arge, aðalstjóri í Heilsumálaráðnum hevði onga viðmerking til spurningar hjá útvarpinum um vaksandi nýtsluna av tyrlu til sjúkraflutningin. Strandferðslan er farin at endurskoða ferðaætlanina um Skopunarfjørð, tí Teistin siglir ikki rættstundis. Men eingin túrur verður tikin burtur, lovar landsstýrismaðurin í samferðslumálum. Loysnin er at broyta onkrar klokkutíðir, tá ferðslan um Skopunarfjørð er mest. Men loysnin er ikki at lata Teistan sigla við fullari ferð hvønn túr. Tað sigur Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, eftir hvassar atfinningar úr Sandoynni móti Teistanum, sum ikki siglir rættstundis. Hvussu heit er jørðin 200 metrar niðri Og er hon líka heit í Hvalba sum í Kollafirði Heita spurningin hava tvey ung lesandi hjá Umhvørvistovuni sett sær fyri at fáa vitan um. Fyri tíggju árum síðani hevði tað verið eitt størri arbeiði, men ikki í dag. Tí umleið 200 jarðhitahol eru seinastu átta árini borað um landið, og tí ber til at gera tílíkar mátingar. Tað er munur á, hvussu heit jørðin er um summarið og um veturin. Jarðhiti er hiti frá sólini, sum verður goymdur í jørðini og sum so ikki hiti, ið kemur niðri frá. Hitamunurin í jørðini á sumri og vetri ger, at tað er umráðandi, at mátingarnar verða gjørdar nú um summarið og alla staðni somu tíð á árinum. Áhugi er fyri kanninginum, sigur Kári Mortensen, leiðari á Orkudeildini hjá Umhvørvisstovuni. Eitt nú hava jarðfrøðingar eisini víst kanningunum áhuga. Tá ið kanningarnar eru lidnar, fæst ein betri mynd av, hvussu heitt tað er ymsu støðini í Føroyum og harvið eisini hvar tað loysir seg best at fáa sær jarðhita. Kanningarnar verða gjørdar við at lesa mátaran hjá øllum teimum, sum hava jarðhita. Hóast danska stjórnin sigur seg stuðla føroysku royndini at fáa í lag samráðingar við EFTA um møguligan limaskap, kann heimshandilsfelagsskapurin, WTO, gerast snávingarsteinur. Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkismálum og vinnumálum, skilir ikki donsku støðuna, tí WTO krevur ikki, at limalondini hava fullveldi. Dómarar, sum skulu taka avgerðir, eiga at sleppa at arbeiða uttan hóttanir av nøkrum slag, leggur leiðarin fyri mannarættindastovnin dent á, skrivar tíðindastovan Reuters. Zeid Ra ad al Hussein mælir samstundis til, at umboð fyri ST, ella onkran annan stovn, fáa atgongd til fangahúsini, har fleiri túsund fólk nú sita. Tað sama er galdandi fyri verjar hjá teimum fongslaðu og næstringar teirra. Turkiski forsætisráðharrin, Binali Yildrim, upplýsti í gjár, at tá vóru 7.543 fólk tikin og fongslað, eftir kvettroyndina fríggjakvøldið. Millum tey fongslaðu vóru 6.000 hermenn, 100 løgreglufólk, 755 dómarar og ákærar og 650 sivilfólk. Boð eru givin um at taka 2.745 dómarar og ákærar kring alt Turkaland. Jógvan Edvard Lindenskov tók lut í harðligum mótmælisgongum, gavst í studentskúla og fór aftaná danskari gentu av landinum, bleiv pápi í Danmark, og kom aftur til Føroya at virka sum fiskimaður. Í sendingini greiðir hann eisini frá beiggja sínum, sum doyði fyri egnari hond í 2003. Í fjør varð Jógvan Edvard útbúgvin skipsførari, og enn hevur hann ikki slept ætlanini um at fullføra útbúgvingina til løgfrøðing, sum hann byrjaði í áttatiárunum, tá hann var uttanlands. Starvsfólkini á ellis og røktarheimum í Norðoyggjum hava ikki stundir til annað enn grundleggjandi røktina, halda búfólkini sambært einari nøgsemiskanning. Tey avvarðandi eru enn meira atfinningarsom, vísir kanningin, sum Lóðir hevur gjørt fyri Norðoyar bú og heimatænastu. Í Fraklandi ásanna tey, at yvirgangsmenn kunnu finnast í øllum heraðshornum. Yvirgangsálopið í Nice var tað tólvta í Fraklandi síðan 2012. Ótti og ræðsla valda nú í franska gerandisdegnum. Samanhaldið, sum sermerkti fraklendingar eftir álopið á Charlie Hebdo í fjør, er fánað munandi. Nú er alt annað enn politisk vápnahvíld í Fraklandi, sigur Heini í Skorini. Í Evropa trætast tey vinstrahallu og høgravongurin um, hvussu vit sláa manngarð um fólkaræðisligu virðini. Samstundis stendur avbjóðingin við og versnar. Ikki í lagi er ein nýggjur táttur, sum vit fara at hava hvørja viku í Summarmorgni. Í hesum tátti greina vit støður, ið taka seg upp í gerandisdegnum. Vit hoyra eitt brot úr eini støðu, og síðani hoyra um tveir mátar, sum viðkomandi kann takla støðuna uppá. Síðani skiftir okkara panel orð um, hvussu ein ber seg rættast at. Unga hoyvíksdaman, Rebekka Eliasen, hevur stóran áhuga fyri list sum heild. Sjálv fæst hon serliga við at skriva yrkingar og gera film. Tað var greitt á landsfundinum í gjárkvøldið, tá Trump fekk undirtøku frá 1237 valfólkum, sum er minstakrav. Men tað var væntandi, at Donald Trump fór at gerast forsetavalevni, tí eingin kappast ímóti honum longur. Alment skal Donald Trump nú taka við tilnevndingini, og tað fer hann væntandi at gera seinasta dagin á landsfundinum, sum er í morgin. Men longu tá tað var greitt, at hann hevði fingið nóg mikið av valfólkum, takkaði hann fyri stuðulin. Tað var formaðurin í republikanska flokkinum, Paul Ryan, sum eisini er formaður í Umboðsmannatinginum, sum alment boðaði frá, at Donald Trump verður forsetavalevni hjá flokkinum. WikiLeaks almannakunngjørdi í gjárkvøldið næstan 300.000 teldupostar við fleiri hundrað túsund dokumentum, sum hava eitthvørt við flokkin hjá turkiska forsetanum, Erdogan at gera. Flokkurin, AKP, hevur meirilutan í turkiska tjóðartinginum. Erdogan var við at stovna flokkin, Rættvísis og menningarflokkin í 2001, men eftir at hann gjørdist forseti, hevur hann einki beinleiðis tilknýti til flokkin. WikiLeaks sigur seg hava kannað upprunan til skjølini, og niðurstøðan er, at keldan einki hevði við kvettroyndina at gera og heldur ikki hevur tilknýti til nakran politiskan flokk í nøkrum landi. WikiLeaks gjørdi skjótt av at almannakunngera skjølini, helst tí Erdogan, forseti fer fram við harðari hond eftir kvettroyndina. WikiLeaks boðar frá, at hesi skjølini eru bara tey fyrstu í eini røð av skjølum um turkiska stjórnarflokkin. Kappingareftirlitið sigur, at bæði bensin og diesel kosta meira á Man enn í Føroyum, tí á Man eru almennu avgjøldini størri enn í Føroyum. Hetta undrast Kappingareftirlitið á, tí hóast oljureinsiverkið, sum er næst Føroyum, er longri burturi enn reinsiverkið, sum er næst Isle of Man, kostar tað bara tíggju oyru at flyta ein litur av olju ella bensini til Føroya. Kappingareftirlitið sigur, at samanberingar við Isle of Man og Ytru Hebridur vísa, at oljufeløgini í Føroyum fáa okkurt um eina krónu meira fyri liturin av bensini og dieseli, hóast føroyingar brúka nógv meira olju og bensin. Steffen Stumman Hansen, mag, art. í forsøguligari fornfrøði, hevur í sambandi við arbeiði at skriva Fuglafjarðar søgu kannað, hvat hendi við fuglfirðingum, ið fluttu til Norðuramerika. Tað hevur havt við sær, at Hanna Hansen og Steffen Stummann Hansen nú arbeiða við einum verki um føroysku emigratiónina til Norðuramerika. Í tí sambandi vilja tey fegin frætta frá fólki, sum eiga tilfar, ið kann vera við til at lýsa evnið, eitt nú brøv og blaðgreinar og ikki minst myndir. Í 1927 flutti Peter Petersen f. 1878 í Oyndarfirði og konan Bina f. 1881 í Klaksvík við trimum børnum, Florentius f. í Fuglafirði 1911 , Johannes f. í Fuglafirði 1914 og Alexandre f. í Fuglafirði 1915 . Fyrstu árini búði familjan á grasslættanum, Alida, í donsku koloniini, Dannevirke, í landsynningshorninum í Saskatchewan, har myndin er tikin. Á myndini, sum er tikin uttan fyri húsini hjá familjuni, eru frá vinstru, sonurin Florentius, móðurin Bina og longur til høgru, í myrkum jakka, dótturin Alexandra. Hini á myndini eru grannar. Í gjár kom tjóðartingið saman fyri fyrstu ferð síðan valið í juni, og tá valdi tjóðartingið Anu Pastor til nýggjan tingformann. Hon er í parti við virkandi forsætisráðharranum, Mariano Rajoy. Nú verður farið undir at royna at skipa eina nýggja stjórn. Politiskt óskil hevur verið í Spania síðan desember í fjør, tá eingin fekk meiriluta á tjóðartingsvalinum, og flokkarnir ikki kundu semjast um eina stjórn. Tað endaði við, at Felipe VI, kongur útskrivaði nýval, sum var í juni. Konservativi stjórnarflokkurin, Partido Popular, vann valið. Hann fekk 137 umboð, men ikki nóg mikið til at skipa stjórn einsamallur. Virkandi forsætisráðharrin, Mariano Rajoy, sigur seg vera sinnaðan at halda fram sum forsætisráðharri og um neyðugt í eini minnilutastjórn. Stjórnir í fleiri eystureuropeiskum londum heita nú á Danmark um at steðga eini gassleiðing, sum Russland ætlar at leggja ígjøgnum Eystrasalt, og sum skal veita Týsklandi gass. Leiðingin skal leggjast úr Russlandi suður um Bornholm og til Týsklands. Danska stjórnin eigur ikki at góðkenna ætlanina, Nord Stream 2, sum gassleiðingin eitur, sigur polski uttanríkisráðharrin. Hann sigur leiðigina vera eina politiska avgerð, sum Polland ikki vil gerast partur av. Polski forsetin, Andrzej Duda, hevur fyrr sagt við tíðindastovuna, Reuters, at ætlanin um at leggja eina nýggja gassleiðing til Týsklands, sum ikki gongur ígjøgnum Ukraina, er ein politisk avgerð og ikki ein búskaparlig avgerð, og sum fer at undirgrava samstarvið millum londini í ES. Stjórnin í Pollandi sigur seg stúra fyri, at Vladimir Putin, forseti kann steingja fyri gassinum, um hann hevur hug til tað. Og nýggja gassleiðingin fer at hava við sær, at Ukraina fer at missa nógva inntøku. Børsen skrivar, at uttanríkisráðharrarnir í Estlandi og í Litava eru samdir við polska uttanríkisráðharran, og teir halda eisini, at gassleiðingin er politisk heldur enn búskaparlig. Týskland vil hava nýggju gassleiðingina, sum verður 1200 kilometrar long, tí landinum tørvar gass, so hvørt sum kjarnorkuverkini í Týsklandi verða latin aftur. Týski samveldiskanslarin, Angela Merkel, segði í juni, og gassleiðingin er ein búskaparliga skilagóð ætlan. Donsku myndugleikarnir og aðrir partar fara at viðgera umsóknina um gassleiðingina einaferð í 2017, skrivar Børsen. Nevndin hevur biðið um upplýsingar um áirnar í Jarðardali og í Hellisdali. Yvirfriðingarnevndin vil hava at vita, um møguleikin fyri alternativum vatnveitingum er kannaður nóg væl. Yvirfriðingarnevndin vil eisini hava at vita, hvussu Bakkafrost ætlar at tryggjað, at ásetingarnar í avtaluni vera hildnar um, at eitt mininum av vatni altíð fer at renna í ánni, tvs., at Bakkafrost ikki tømir áirnar heilt. Fyrr enn tað ber ikki til hjá Yvirfriðingarnevndini at gera nakra niðurstøðu, sigur Peter Fl gge, skrivari í nevndini. Tað er lítið sannlíkt at meira hendir í málinum fyrr enn seinni í summar ella í heyst, tí flest øll eru farin í summarferiu, sigur Peter Fl gge. Sambært Regini Jacobsen, stjóra á Bakkfrosti, hava tey á Bakkafrosti longu svarað spurningunum frá Yvirfriðingarnevndini. Tað er tó Klaksvíkar kommuna, sum skal taka vatnið og tí eisini svara Yvirfriðingarnevndini. Men málsviðgerðin í hesum máli er í summarferiu. Viðurskiftini millum Klaksvíkar og Kunoyar kommunu, eru komin í rættlag, sigur Maiken Sólheyg Michaelsen, borgarstjóri. Onkur undirskrift manglar, men semja er millum kommunurnar um at leiða vatn úr Kunoy yvir um byrgingini til smoltstøðina, sum Bakkafrost er farin at byggja í grótbrotinum. Fiskimálaráðið royndi í annars í fjør at lokka feløg, sum einki veiðiloyvi hava, við fiskiloyvi í Kyrrahavinum. Eisini tey, sum ikki eiga veiðiloyvini í Kyrrahavinum, kundu sleppa framat. Men eingin beit á. Hóast meginreglan í Fiskimálaráðnum er, at allir møguleikar hjá føroyskum skipum at fiska skulu gagnnýtast, er rætturin at fiska 5.100 tons av rossamakreli í Suðurkyrrahavinum ikki brúktur yvirhøvur í seks ár. Í 2006 fingu trý skip hjá Thor reiðaríinum veiðiloyvi í Kyrrahavinum. Tey skuldu fiska rossamakrel har. Tað gjørdu tey so eisini í nøkur ár. Men í 2010 bar ikki so væl til longur, og skipini hjá Thor komu heim til Føroya. Aftur at veiðiloyvinum at fiska rossamakrel í Kyrrahavinum og annan fisk uttan fyri føroyskan sjógv, fingu tey nú eisini loyvi at fiska makrel í føroyskum sjógvi eins og øll onnur skip fingu, sum annars ikki høvdu loyvi at fiska undir Føroyum. Thor hevur framvegis tvey veiðiloyvi í Kyrrahavi. Tað triðja varð selt South Pelagic í Vági. Eingin hevur fiskað av føroysku kvotuni í Suðurkyrrahavinum nú í seks ár. Og í Fiskimálaráðnum er í løtuni eingin ætlan um at royna at fáa hana fiskaða, tað er gagnnýtta. Kvotan er eisini nógv minkað. Hon var 62.000 tons í 2010. Rógvi Reinert, aðalstjóri í Fiskimálaráðnum, sigur, at eingin hevur sýnt kvotuni áhuga, kvotan er lítil, 5.100 tons, felagskvota, og langt er at fara í Kyrrahavið eftir so lítlari kvotu. Í mai í fjør lýsti Fiskimálaráðið kunngerð um fiskiskapin hjá trolarum undir føroyskum flaggi í Suðurkyrrahavinum í 2015. Loyvi kundi latast feløgunum, sum hava veiðiloyvi til at fiska rossamakrel í Suðurkyrrahavinum og fiskaðu har frá 2007 til 2010. Er veiðiloyvi flutt, verður fiskiloyvi latið tí skipi, sum veiðiloyvi er flutt á. Altso tvey loyvi til Hósvíkar og eitt til Vágs. Í kunngerðini í fjør stóð eisini, at vóru útlit fyri, at kvotan ikki varð gagnnýtt, kundi VØRN eftir 1.september lata øðrum skipum enn teimum trimum við veiðiloyvi fiskiloyvi í Suðurkyrrahavinum. Fiskimálaráðið var enntá sinnað at lata skipum uttan veiðloyvi fyribils avmarkað fiskiloyvi. Men líka lítið nyttaði tað. Eingin beit á. Í oktober legði landsstýrismaðurin so aftur at kunngerðini, at eru útlit fyri, at kvotan ikki verður gagnnýtt, kann landsstýrismaðurin, tá farið er um 15.november, lata øðrum landi kvotuna at fiska eftir samráðingar við tað landið. Tað var heldur ikki gjørt, so tey 5.100 tonsini hjá føroyingum í Suðurkyrrahavinum fóru øll aftur við borðinum. Tey vórðu ikki gagnnýtt, heldur ikki í fjør. Ein kunngerð sum tann í fjør er ikki lýst í ár, ikki higartil, men hon kemur, væntar aðalstjórin í Fiskimálaráðnum. Í Fiskimálaráðnum er í løtuni annars eingin ítøkilig ætlan um rossamakrelin, sum føroyingar eiga í Kyrrahavinum. Privatur áhugi Skipara og navigatørfelagið skrivaði á sínari heimasíðu 1.februar í ár, at Høgni Hoydal, landsstýrismaður, segði á fundi hjá felagnum, at onkrar privatar avtalur vóru gjørdar um kyrrahavskvoturnar. Men landsstýrið vildi ikki góðkenna, at kvoturnar vórðu handlaðar privat. Skulu vit gera avtalur um kvoturnar í Kyrrahavinum, so skulu tað vera avtalur á myndugleikastigi, segði Høgni Hoydal. Hilmar Eliasen, stjóri á Strandfaraskipum Landsins sigur, at tey leita eftir einum skipi afturat til Sandoyarleiðina, so Teistin kann halda verandi ferðaætlan. Tað letur seg ikki gera hjá Teistanum at sigla skjótari, sigur landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Henrik Old Eingin býr í húsinum, sum eldur kom í ein tíma fyri midnátt mikukvøldið. Húsini verða brúkt til fundarvirksemi hjá eitt nú AA felagsskapinum. Talan er fyrst og fremst um fiskidagarnar næsta fiskiár. Havstovan mælir til stórar skerjingar, men Fiskidaganevndin, nevndin hjá vinnuni, mælir til sama dagatal sum í verandi fiskiári. Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, vil ikki siga, hvat hann fer at skriva í sítt lógaruppskot. Undanmaður hansara, Jacob Vestergaard, plagdi at lurta eftir vinnuni. Í 2014 søgdu Aksel V. Johannesen og Páll á Reynatúgvu, sum vóru í Vinnunevndini, og Poul Michelsen seg vera sannførdar um, at umsitingin av fiskidagaskipanini var komin at einum vegamóti. Teir søgdu, at lítið gagn er í at nartla burtur av fiskidøgunum, uttan samstundis at hava langtíðarmálið, sum á burðardyggum grundarlagi miðar eftir og leggur til rættis miðvísa ætlan um at fáa botnfiskastovnarnar undir Føroyum at koma fyri seg aftur. Í samgonguskjalinum hjá Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn eru fiskidagarnir ikki nevndir. Løgtingið viðger fiskidagarnar fyrst í august. Uppskotið skal vera avgreitt í tinginum í seinasta lagi 18.august. Sjónarmiðini hjá Strandfaraskipum Landsins, at drekkivatnið í Skopun er skitið og ikki kann brúkast sum drekkivatn, hevur fingið øði í borgarstjóran í Skopun, Gerhard Lognberg. Tað er greitt eftir, at nýskipanarnevndin mikudagin tók samanum sítt arbeiði higartil. Johnny í Grótinum, formaður í nevndini, váttar fyri útvarpinum, at nevndin tí hevur biðið landsstýrismannin í fiskivinnumálum um at fáa longri skotbrá til sítt arbeiði. Johnny í Grótinum hevur ikki fleiri viðmerkingar til málið í løtuni. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum skal fyrst hava høvi til at viðgera umbønina frá nevndini, sigur Johnny í Grótinum. Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevði mikukvøldið ongar viðmerkingar til umbønina. Hann vil fyrst hava høvi at síggja, hvat nýskipanarnevndin ítøkiliga biður um. Útvarpið hevur spurt formannin í nýskipanarnevndini og landsstýrismannin í fiskivinnumálum um orsøkina til, at tilmælið um at nýskipa føroysku fiskivinnuna ikki er liðugt 1 .august, sum ásett er í arbeiðssetninginum frá Fiskimálaráðnum 21. januar. Tað neyvasta, útvarpið kemur einum svari, er, at meira tíð skal brúkast til hoyringar. Sambært arbeiðssetninginum skal nevndin hava regluligar hoyringar í sínum arbeiði. Tað skal gerast fyri at byggja eitt sterkt kjølfesti undir nýskipanini og samráðingum um at finna politiskar semjur. Tí vórðu skipaðir tveir hoyringsbólkar, annar við umboðum fyri fiskivinnuna á sjógvi og landi og hin við umboðum fyri politisku flokkarnar á Løgtingi. Higartil hevur nýskipanarnevndin havt tveir fundir við hoyringsbólkarnar. Ein grundleggjandi táttur í arbeiðssetninginum hjá nevndini er, at farast skal frá politiskari útluting av fiskirættingum til marknaðargrundaða skipan. Í arbeiðssetninginum verður víst á, at skipanin viðvíkjandi útluting av fiskirættindunum hevur verið grundað á lógarviðgerð í Løgtinginum ella fyriskipan, sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur umsitið og ásett. Arbeiðsbólkurin skal viðgera og gera uppskot til skipan, sum er marknaðargrundað, har tað almenna bjóðar fiskirættindi fram sum brúksloyvi fyri ávísa tíð. Sambært arbeiðssetninginum kunnu uppskotini vera Uppboðssøla av fiskirættindum frá tí almenna til privatar ella aðrar møguligar útbjóðingarskipanir frá tí almenna til privat. Hetta er kanska mest aktuella altjóða tónleikanavnið, sum hevur verið í Føroyum, sigur Rúni Djurhuus, sum vísir á, at Seeb og Mike Posner í løtuni eru nummar 6 á Global Top 50 hjá Spotify. Talan er serliga um tunfisk í dós og aðrar fiskavørur í dós, sum halda sær leingi. Amerikanska løgmálaráðið hevur stevnt fyritøkunum, skrivar Undercurrent News . Fleiri av bæði fyrrverandi og núverandi stjórum í fyritøkunum eru undir illgruna í málinum. Fyrst vóru tað fyritøkurnar, Bumble Bee Foods, Starkist og Chicken at the Sea, ið vóru undir illgruna fyri at hava avtalað at lata minni í dósirnar, enn tað stóð á teimum. Nú er ákæruritið broytt, so bæði fyrrverandi og núverandi stjórar í fyritøkunum, eru ákærdir. Ólógligu avtalurnar, sum eru gjørdar, hava eitt marknaðarvirði, sum er 17,5 milliardir krónur. Avtalaðu prísirnir hava staðið við frá 2003 til 2015, stendur í ákæruritinum. Tað er tailendska felagið, Thai Union, sum eigur Chicken of the Sea. Í fjør var felagið í ferð við at keypa Bumble Bee. Men avtalan varð ikki framd, tí amerikansku myndugleikarnir vóru farnir undir at kanna viðurskiftini í amerikansku fiskivinnuni. Í ákæruritinum sæst, at avtalaðu mannagongdirnar hildu fram, til kanningin varð sett í verk. Einki av feløgunum vil gera viðmerkingar til ákærurnar skrivar Undercurrent News. Ikki í lagi er ein nýggjur táttur, sum vit hava hvørja viku í Summarmorgni. Í hesum tátti greina vit støður, ið taka seg upp í gerandisdegnum. Vit hoyra eitt brot úr eini støðu, og síðani hoyra um tveir mátar, sum viðkomandi kann takla støðuna uppá. Síðani skiftir okkara panel orð um, hvussu ein ber seg rættast at. Í Norra er vanligt, at fólkið veit eitt sindur um fisk og fiskivinnu. Soleðis er ikki í Føroyum. Um eg skal vera ærlig, so haldi eg, at føroyingar generelt vita alt ov lítið um fisk og fiskivinnuna í Føroyum. Vilt tú vita meira um fiskivinnuna í Føroyum, kanst tú lurta eftir RøddinLive sendingini her . Sendingin er ætlað teimum, ið vilja vita meira um, hvussu fiskivinnan í Føroyum er skrúvað saman. Tað verður ikki í hesum árinum, at Bretland fer at boða ES frá, at landið fer at taka seg úr ES. Bretlandi tørvar longri skotbrái til at fyrireika framtíðina. Tað gjørdi nýggi bretski forsætisráðharrin, Theresa May, greitt, tá hon á síni fyrstu uttanlandsferð mikudagin hitti týska samveldiskanslaran, Angelu Merkel. Angela Merkel legði dent á, at hon helst sær, at bretar sum skjótast taka avgerðina um at fara úr ES, men legði aftrat, at tað skal gerast við skili. Eftir at Bretland hevur boðað frá, at grein 50 í Lissabonsáttmálanum fer at virka, hava Bretland og ES tvey ár til at samráðast um framtíðina. Tá skal Bretland úr ES. Roknað verður við, at spurningurin um, at fólk flyta ímillum londini, verður ein tørførur spurningur at loysa. Angela Merkel hevur gjørt greitt, at bretar ikki fáa atgongd til innmarknaðin í ES, um landið samstundis tvíheldur um, at landið sjálvt skal gera av, hvørji fólk úr øðrum ES londum kunnu koma til Bretlands. Theresa May gjørdi greitt, at Bretland fer úr ES, tí tað vil fólkið. Hon segði samstundis, at av tí sama tekur Bretland ikki við formansskapinum seinna hálvar í 2017, sum landið átti at gjørt. Í staðin verður tað Estland, sum fær formansskapin seinna hálvár í 2017. Í dag fer Theresa May til Fraklands at hitta franska forsetan. Umframt Brexit verður eisini yvirgangurin seinastu tíðina á skránni. Tað hendir, tí forsetin ætlar at gera enda á virkseminum hjá Gulen felagskapinum, sum argasti fíggindin hjá forsetanum, Fethullah Gulen, stendur á odda fyri, skrivar Reuters. Fethullah Gulen hevur búð í útlegd í USA síðan 1999, og Turkaland hevur biðið USA um at fáa fatur á honum. Síðani kvettroyndina hevur forsetin sagt nógvum fólki úr starvi, millum annað í undirvísingarskipanini. Millum annað eru 15.200 fólk í Turkalandi søgd úr starvi í undirvísingarmálaráðnum, og 21.000 lærarar hava mist pappírini sambært Reuters. Útbúgvingarmálaráðið í høvuðstaðnum, Ankara, hevur boðað frá, at har verða 6.500 søgd úr starvi, og 626 skúlar og lærustovnar lata aftur. Higartil hevur stjórnin hjá Erdogan, forseta, sagt minst 60.000 fólkum úr starvi í herinum, løgregluni, rættarskipanini og undirvísingarverkinum. Felagið átalar, at samtakið Eta ikki heldur seg til galdandi sáttmálar. Útvarpið hevur fyrrapartin roynt at fáa eina viðmerking frá Johannes Jensen, stjóra hjá Eta, men tað eydnaðist ikki. Sandbáturin Tinganes kom fríggjanáttina á Skopun við 600 tonsum av asfalti til Skopunar kommunu, men nakað uttanfyri pirin til innsiglingina, tók Tinganes botn. Hann gjørdi eisini landsstýrismannin, Henrik Old, varðugan við trupulleikan, tí hetta er sama farleið, sum ferðafólkaskipið Teistin brúkar til Skopunar. Enn er vandi fyri at nógvir føroyskir sjómenn ikki kunnu mynstra eftir 1. januar, tí teir ikki hava dagført vinnubræv. Sjóvinnustýrið vil hava menn at dagføra vinnubrævið sum skjótast, og umsóknir eru komnar frá 1600 sjómonnum, av teimum eru 400 eftir at dagføra. Hóast átøk, so mangla um 1.000 sjófólk at biðja um at fáa vinnubrævið dagført, sigur Hans Johannes á Brúgv, forstjóri í Sjóvinnustýrinum. Teir fingu fiskin fyri 3,25 krónur fyri kilo, hóast Enniberg bjóðaði 8,31 krónur og Gadus 8,12 krónur. Men triðja boðið átti Sjagaklettur, og tað var 3,25 krónur fyri kilo. Tá vóru bara 50 tons eftir, og tey vildi reiðaríið hjá Sjagakletti ikki hava, so Gadus keypti tey, tá Enniberg ikki vildi hava tey. Gadus bjóðaði upprunaliga upp á 250 tons. Men av tí, at Sjagaklettur slapp upp í part, var hansara boð avgerandi fyri teir, sum keyptu fiskin. Boð vóru eisini frá Sjúrðarbergi og Akrabergi. Selt varð fyri eina millión og 950.000 krónur á afturlatnu uppboðssøluni í dag. Minstiprísurin, sum landsstýrismaðurin ásetti, var 1,75 krónur. Klokkan 15 byrjaði Fiskamarknaðurin at selja 3.500 tons av makreli og 2.000 tons av sild. Tey 3.500 tonsini av makreli eru býtt í 24 partar. Partarnir eru millum 75 og upp í 225 tons hvør, og 2.000 tonsini av sild eru eisini býtt í 24 partar, sum eru úr 40 upp í 160 tons hvør. Neyðugt var tí at senda bjargingartyrluna eftir manninum í Tindhólmi, og maðurin varð fluttur á Landssjúkrahúsið til nærri kanningar. Hetta er fimti útlendingur síðstu seks dagarnar, ið kemur illa fyri í fjøllunum. Leygarmorgunin doyði ein maður tá hann datt oman í fjøllunum moan fyri Norðragøtu. Tað er ikki bara á festivalum, at matstovur og skeinkistøð í Føroyum ikki løna starvsfólkum ordiligt. Tað gera tey heldur ikki restina av árinum, sigur Vígdis Johannesen, forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag. Bergur Poulsen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag, ásannar, at talan er um ítøkiligan trupulleika í matstovu og gistingarhúsvinnuni. Sjúkuelvandi ILA virusið er ikki staðfest í alibrúkinum A 73 hjá Bakkafrosti, sum eisini eitur Hvannasund norður. Tað boðaði Bakkafrost sínum partaeigarum frá í gjárkvøldið. Hósdagin í farnu viku boðaði Bakkafrost frá, at Heilsufrøðiliga starvsstovan í regluligum eftirliti hevði fingið illgruna um, at laksur í ringunum í Hvannasundi norðri var fongdur við sjúkuelvandi ILA virusi. Síðani eru fleiri kanningar gjørdar, tær nýggjastu í gjár. Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur ikki kunngjørt alment úrslitini av kanningunum í gjár. Tá var fiskur í ringunum hjá Bakkafrosti sunnanfyri byrgingina í Hvannasundi eisini kannaður. Sambært Bakkafrosti hevur Heilsufrøðiliga starvsstovan í tveimum umførum gjørt umfatandi kanningar, sum skuldu staðfesta illgrunan um sjúkuelvandi ILA virus. Úrslitini frá hesum kanningum hava øll verið negativ, og tey hava ikki ávíst sjúkuelvandi ILA virus. Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur staðfest, at virusið, sum ábendingar eru um, er ikki er so sjúkuelvandi. Kanska er tað tí, at tað er so trupult at finna virusið aftur, skrivar Bakkafrost í fráboðan til keypsskálan í Oslo. Einki óvanligt felli hevur verið í ringunum í Hvannasundi norðri. Støðan hjá Bakkafrosti broytist ikki munandi á altjóða marknaðinum, hóast Bakkafrost einsamalt fer at eiga Faroe Farming í Vági. Tí hevur Kappingareftirlitið góðkent, at Bakkafrost ætlar at keypa 51 prosent av Faroe Farming. Talan er um samanlegging, sum bara í avmarkaðan mun ávirkar støðuna hjá Bakkafrosti á heimsmarknaðinum, sigur Kappingareftirlitið í avgerð sínari. Í avgerðini stendur, at Kappingarráðið hevur tvær ferðir áður tikið støðu til samanleggingar í alivinnuni. Tað var í 2009, tá Bakkafrost og Vestlax Holding løgdu saman, og í 2011, tá Bakkafrost og Havsbrún løgdu saman. Tað sama varð gjørt, nú Bakkafrost og Faroe Farming leggja saman. Støðan hjá Bakkafrosti broytist ikki nevnivert á altjóða marknaðinum, og tí er samanleggingin í lagi, sigur Kappingareftirlitið. Gerningsmaðurin, 31 ára gamli Mohamed Lahouaiej Bouhlel, legði álopið til rættis fleiri mánaðir frammanundan. Tað upplýsir franski ákærumyndugleikin. 84 fólk lótu lív, tá Bouhlel við lastbili koyrdi gjøgnum mannamúgvuna, sum var komin saman í sambandi við franska tjóðardagin seinasta hósdag. Ákærin, Francois Molins, sigur, at í løtuni eru fimm persónar, sum eru undir illgruna, varðhaldsfongslaðir. Teir eru skuldsettir fyri yvirgang, at hava hjálpt Bouhlel. Telefonin hjá Mohamed Lahouaiej Bouhlel vísti myndir og leitimið, sum vísa, at Bouhlel hevði fyrireikað álopið í Nice síðani 2015. Hon letur upp fyri nógvum møguleikum, og stigtakarin ivast ikki í, at breytin fer at gera, at go cart koyringin fer at verða lyft upp á hægri stig Nú tingið kemur saman aftur um eina viku, fer landsstýriskvinnan í fíggjarmálum at biðja um loyvi til at taka pengar fyri Lív, sum landið eigur, men nú fer at selja og geva. Uppskot um eykajáttanarlóg varð viðgjørt á landsstýrisfundinum í gjár. Tryggingareftirlitið og Tryggingarráðið góðkendu fyrst í juni sáttmálan millum Uttanríkis og vinnumálaráðið og fakfeløgini í P f Fakfelag um at keypa upp í 50 prosent av partapeninginum í P f Lív Holding. Samstundis er avhendingarsáttmálin um 50 prosent av partapeninginum til Ognarfelagið Lív góðkendur. Avhendingardagurin er ætlaður at vera 1. september. Keypið hevur verið leingi á veg. Í mars 2012 fóru fakfeløgini undir at fyrireika seg til at keypa helvtina av Lív, og fyrst í mai í 2012 góvu 23 fakfeløg landsstýrinum eitt tilboð. Tilboðið var 35 milliónir krónur. 14. desember í 2012 undirskrivaðu 18 fakfeløg í P f Fakfelag sáttmála við Vinnumálaráðið um at keypa helvtina av partabrøvunum í Føroya Lívstrygging fyri 35 milliónir krónur. Pengarnir fara í Búskapargrunnin, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna. Tað er sambært lógini um grunnin, sum sigur, at pengar, sum landið fær fyri einskiljingar, skulu í grunnin. Millum annað um fiskidagarnar og ætlanina hjá samgonguni at endurstovna Landsbankan. Landsstýrið ætlar eisini at hækka barnafrádráttin og lestrarstuðulin. Fram til í dag hevur flokkurin, sum fekk flestar atkvøður, fingið 50 sessir eyka í parlamentinum, men nú verður henda áseting strika, soleiðis at parlamentið betur endurspeglar viljan hjá grikska fólkinum. Hava vit í huga, at stórar samgongur eru ikki í ljósmála í løtuni, so er greitt, at lógin skapar størri óvissu, sigur Costas Panago Poulos, politiskur greinari, við SVT. Valaldurin lækkar úr 18 niður í 17 ár. Nýggja vallógin var eitt av lyftunum hjá Alexis Tsipras, forsætisráðharra, men broytingin kann ávirka politisku trygdina í landinum, sum longu hevur havt fýra val síðani 2012. Nú mugu tríggir ella fýra flokkar semjast, fyri at kunna skipa stjórn, sum nyttar nakað, sigur politiski greinarin, Costas Panago Poulos í samrøðu við svenska sjónvarpið. Indeksið hjá Federal Reserve Bank of Philadelphia fyri treystið hjá amerikanska vinnulívinum í juli mánað er fallið niður á minus 2,9. Í juni var treystitalið pluss 4,7. Búskaparfrøðingar høvdu sambært eini meting, Bloomberg News hevur gjørt væntað, at indeksið fór at liggja um pluss 4,5. Er indeksið omanfyri 0 er tað tekin um, at meirilutin av fyritøkunum í økinum hava góða vónir fyri framtíðina, skrivar Berlingske Business . Hann skrivar fyri lokalu avísuna Norðlýsi. Hann lesur til lærara í Keypmannahavn. Hann er í holt við at skriva eina skaldsøgu, og so skrivar hann eisini yrkingar. Eiðis , Kvivíkar og Sunda kommunur hava kært Vestmanna kommunu fyri ikki at gjalda tað, tær halda, at hon eigur at gjalda fyri eldrasamstarvið teirra millum, skipað í VEKS samstarvinum. Boðini um kæruna hevur Vestmanna kommuna fingið frá Innlendismálaráðnum í einum hoyringarskrivi, ið kommunan er biðin um at svara uppá innan 18. august. Vestmanna kommuna hevur viljað sloppið burtur úr VEKS samstarvinum millum Vestmanna, Eiðis, Kvivíkar og Sunda kommunu, men tað vil Innlendis málaráðið ikki. Vestmanna kommuna góðtekur ikki, at meirilutin í VEKS, hevur samtykt eina fíggjarætlan fyri árið í ár, sum ger, at útreiðslurnar av samstarvinum um eldraøkið er størri enn tað, kommunurnar fáa landinum. Fyri Vestmanna kommunu merkir tað eitt undirskot uppá tvær milliónir krónur, tá tíðaravmarkaða upphæddin frá landinum ikki er við. Kommunan hevur goldið 650.000 krónur eyka inn í samstarvið. Annars hevur kommunan rindað VEKS tað, hon fær frá landinum at reka eldraøkið fyri, men ikki fyri tann meirkostnað, VEKS hevur sett fíggjarætlanina í ár at vera. Tað eru hinar kommunurnar í samstarvinum ónøgdar við og hava kært Vestmanna kommunu til Innlendismálaráðið. Kæruna hevur Vestmanna kommuna fingið til hoyringar, og Innlendismálaráðið biður kommununa svara innan 18. august. Verður eingin semja, og Innlendismálaráðið tekur undir við teimum fýra kommununum í VEKS ímóti Vestmanna kommunu, kann henda, at landið fer at taka upphæddina, stríð er um av kommunuskattinum, áðrenn hann verður sendur Vestmanna kommunu, men so langt er málið ikki komið. Fólk frá kriminalteknisku deild hjá ríkisløgregluni koma mánadagin til Føroya at kanna eldsbrunan í Havn mikukvøld, tá eini sethús kolaðust upp. Hetta verður gjørt, tí løgreglan í Føroyum ikki sjálv kann finna orsøkina til eldin, sigur Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur. Løgreglan hevur avhoyrt fleiri fólk, og í gjáranáttina vórðu tveir menn tiknir á politistøðina til avhoyringar. Teir vórðu latnir leysir seinnapartin í gjár. Foreldrabólkurin, sum stríðist fyri framhaldsdeild í Sankta Frans skúla, bað fyri einum mánaði síðani um fund við borgarstjóran. Men Heðin Mortensen hevur enn ikki latið við seg koma. Foreldrabólkurin hevur tí aftur vent sær til býráðið fyri at vita, um ella nær fundurin verður. Men boðini úr býráðnum eru, at borgarstjórin er í summarfrí. Tí er framvegis ógreitt, nær ella um fundurin verður. Foreldrabólkurin í Sankta Frans skúla ásannar, at fyrsta slagið er tapt, tí eingin framhaldsdeild verður nú eftir summarfrítíðina. Tað hava bæði Tórshavnar býráð og Mentamálaráðið staðfest. Foreldrabólkurin hevur tó ikki slept málinum, sigur Tóra Petersen, umboð fyri foreldrabólkin. Foreldrabólkurin fer týsdagin á fund við umboðið fyri skúlastýrið, sum skal umboðað Sankta Frans skúla í arbeiðsbólkinum, sum skal gera tilmæli um framtíðar miðbýarskúla í Havn. Tá samtykti býráðið at taka undir við uppskoti hjá Helenu Dam á Neystabø um at seta ein arbeiðsbólk at gera tilmæli um framtíðar miðbýarskúla. Arbeiðsbólkurin skal fyri 30. november í ár lata skúlastýrunum í Havn tilmæli, og í seinasta lagi 1. mars næsta ár skal endaliga tilmæli latast býráðnum. Aftur í ár slær talið av umsøkjarum til Fróðskaparsetrið met.184 fleiri fleiri fólk søktu um upptøku á Fróðskaparsetrinum í ár í mun til í fjør, sum annars eisini var metár. Heili 563 umsøkjarar vóru. Um vit hyggja at kynsbýtinum millum umsøkjararnar til bachelorútbúgvingarnar umframt hjánám eru 36 menn og 64 kvinnur, sum er 170 menn og 302 kvinnur. Á eitt nú útbúgvingunum námsfrøði og sjúkrarøktarfrøði søktu ávíkavist 58 og 90 fólk inn. Í tí hópinum kundu teljast 4 menn tilsamans. Tað vil siga millum 95 og 99 kvinnur á hesum útbúgvingunum Ikki fyrr enn um eitt hálvt ár ber til at staðfesta endaliga, um sjúkuelvandi ILA virus er í alibrúkinum hjá Bakkafrosti norðan fyri byrgingina í Hvannasundi. Men kanningarnar, sum eru gjørdar seinastu vikuna, hava ikki staðfest sjúkuelvandi ILA virus. Hoyr samrøðuna við Marner Nolsøe, embætisdjóralækna á Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Magni Laksáfoss, sum hevur tikið stig til at skráseta holurnar, hevur eisini gjørt eitt sjónband av Láturgjónni, sum kappst við Miðmunnaholið á Kalsoynni um at vera fjórðlongsta sjóhola í heiminum. Í ársfrágreiðingini fyri 2015 skriva Bústaðir, at landsstýriskvinnan í fíggjarmálum í fjør heyst lovaði at viðgera spurningin saman við Fígging landsins, um Bústaðir kunnu læna pengar, tí um tvey ár er fæið hjá stovninum, 300 milliónir krónur , brúkt at byggja fyri. Bústaðir gjørdu iløgur fyri 66 milliónir krónur í fjør. Úrslitið eftir skatt gjørdist 3,4 milliónir krónur í halli. Inntøkurnar í fjør vóru minni enn í 2014, tí minni fekst fyri virðisbrøvini, sum Bústaðir hava sett pengar í, tí rentan er so lág. Lógin um einskiljingina kom í gildi í mai 2006, og 1.september í ár verður einskiljingin framd. Í mai 2011 vildi BankNordik keypa helvtina av Lív, men tá avtornaði, tók bankin seg aftur. Í mars 2012 fóru fakfeløgini undir at fyrireika seg til at keypa helvtina av Lív, og fyrst í mai í 2012 góvu 23 fakfeløg landsstýrinum eitt tilboð. Tilboðið var 35 milliónir krónur , tað sama sum BankNordik bjóðaði. Og 14.desember í 2012 undirskrivaðu 18 fakfeløg í P f Fakfelag sáttmála við Vinnumálaráðið um at keypa helvtina av partabrøvunum í Føroya Lívstrygging fyri 35 milliónir krónur. Men ikki fyrr enn fyrst í juni í ár góðkendu Tryggingareftirlitið og Tryggingarráðið sáttmálan millum Uttanríkis og vinnumálaráðið og fakfeløgini í P f Fakfelag um at keypa upp í 50 prosent av partapeninginum í P F Lív Holding. Samstundis er avhendingarsáttmálin um 50 prosent av partapeninginum til Ognarfelagið Lív góðkendur. Tí kemur eitt uppskot um eykajáttanarlóg í tingið beint eftir ólavsøku, har landsstýriskvinnan í fíggjarmálum biður um loyvi til at inntøkuføra pengar fyri Lív. Í fyrsta umfari rindar P f Fakfelag fyri tveir triðingar av helvtini av Lív, 23,33 milliónir krónur P F Articon og Sp f Búsetur bjóðaðu slakar 294 milliónir kr, SP F TG Verk segði seg kunna byggja fyri slakar 276 milliónir krónur og P f MT Højgaard Føroyar bjóðaði 273 milliónir krónur Bygginevndin fyri skúlan hevur staðfest tilráðingina frá teknisku fyrisitingini hjá kommununi um at strika útboðið, tí samanumtikið ikki er ikki nóg gott grundarlag fyri at halda fram at samráðast við felagið, sum hevur lægsta boðið. Í lógini um uppboðssølu stendur, at tey fiskifør, ið bjóða á uppboðssølu, skulu løna manningunum eftir sáttmálum við føroysk manningarfeløg. Men tað ger Norðingur ikki tí hann er skrásettur sum ídnaðarskip, men lønar manningini eftir sáttmálanum um nótaskip. Býtisprosentið hjá ídnaðarskipum er 27 prosent og hjá nótaskipum 17 prosent. Sostatt heldur Føroya Fiskimannafelag, at manningin á Norðingi eigur 10 prosent meiri í sín part enn hon fær. Vørn eigur at eftirkanna, at tey sum eru við í almennu uppboðssøluni, fylgja ásetingum í lógini. Vørn hevur kortini víst á, at lønarviðurskifti eru ein spurningur millum manningarfeløg og reiðarí men í skrivi vísir Fiskimannafelagið á, at Vørn sum eftirlitsmyndugleiki í fiskivinnuni hevur skyldu til at tryggja sær, at teir sum sleppa uppí part, halda lógina. Nevndin, sum skal koma við tilmæli um nýggja fiskivinnuskipan, fekk hósdagin longda freist at koma við sínum tilmæli. Upprunaliga skuldi arbeiðið vera liðugt fyrsta august, men nú hevur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum givið nevndini til 1. oktober at skriva tilmælið. Summarfrítíðin er ein atvold, sigur formaðurin í nýskipanarnevndini. Ein onnur orsøk er, at tað hevur verið trupult at finna semju um, hvussu mest fæst burturúr fiskivinnuni. Landsstýrissmaður hevur boðað frá, at hann vil hava eitt tilmæli frá nýskipanarnevndini. Hann vil ikki hava fleiri minniluta tilmæli. Í nevndini eru øll ikki altíð eru samd, men Johnny í Grótinum væntar at handa Høgna Hoydal eitt samt tilmæli um, hvussu fiskivinnan í Føroyum skal skipast, tá verandi skipan fer úr gildi á nýggjárinum næsta ár. Norðingur hjá Hanusi Hansen hevði ikki loyvi at keypa kvotur á uppboðssølum, sum hava verið seinastu vikurnar. Tað heldur Axel Hansen, nevndnarlimur í Føroya Fiskimannafelag. Hann hevur tí klagað Norðing til Vørn. Í lógini um uppboðssølu stendur, at tey fiskifør, ið bjóða á uppboðssølu skulu løna manningunum eftir sáttmálum við føroysk manningarfeløg. Men tað ger Norðingur ikki, tí hann er skrásettur sum ídnaðarskip, men lønar manningini eftir sáttmálanum um nótaskip. Føroya Fiskimannafelag má staðfesta, at alt fór ikki fram sambært galdandi lóg, tá Norðingur keypti tilsamans 6400 tons av uppsjóvarfiski á uppboðssølunum seinastu tvær vikurnar, sigur Axel Hansen, sum er nevndarlimur í Føroya Fiskimannafelag. Maskinmeistarafelagið og Skipara og Navigatørfelagið hava góðtikið, at sáttmálatreytirnar umborð á Norðingi eru tær somu sum umborð á Slættabergi, og Fiskimannafelagið hevur heldur ikki givið fatan av, at Norðingur virkar í stríð við verandi sáttmálar. Politiið heldur seg vita, at gerningsmaðurin fór undir at fyrireika atsóknina í fjørsummar. Eisini er greitt, at hann keypti skammbyrsuna á netinum. Tey eru eisini komin fram á eitt sorópt manifest, men løgreglan hevur ikki nærlisið tað enn. Politikarar í Týsklandi siga seg nú vilja hava vápnalógina í landinum herda. Týskland hevur longu eina tað strangastu vágnalógina í heiminum, men politikarar vilja nú hava enn betur eftirlit við teimum, sum eiga og keypa vápn. Tað er fyri at tryggja, at vápnini ikki enda á skeivum hondum. 18 ára gamli gerningsmaðurin hevði bæði týskan og iranskan ríkisborgararætt. Hann var sálarliga veikur og ábendingar eru um, at hann vildi hevna seg, tí hann var happaður í barnaskúlanum. Løgreglan upplýsir, at eingin av teimum deyðu var fyrrverandi floksfelagi hjá gerningsmanninum. Løgreglan hevur enn ikki tosað við foreldrini hjá gerningsmanninum, sum doyði fyri egnari hond. Foreldrini sigast vera skelkað av tí, sum er hent, og hava enn ikki sett seg før fyri at tosa við politiið. Borgarstjórin Sonni á Horni má ásanna, at tann stóri fólkavøksturin, sum hevur verið í Føroyum síðstu tvey árini, ikki merkist í Fuglafirði. Hetta er triðja ári, at tónleika tiltakið Tórstfest verður skotið í gongd. Ljóðgóðskan var ikki góð, men tiltakið eydnaðist sum heild væl. Ólavsøkukabarettin er aftur í ár, sum siðvenja er. Eins og í fjør er manningin á kabarettini ung. Manningin er Búi Rouch, Petur Meinhard Ellebye Andersen, Durita Dahl Andreasen og Mariann Hansen við hjálp frá Dáva Djurhuus og Aldu Egilstrøð Magnussen. Tey, ið mannaðu liðið hjá Unga Tjóðveldið, vóru Elsa Berg og Brandar Heðinsson. Manningin á Framsøkin Ung var Jógvan í Dímun og Bjarni Kárason Petersen. Hann skeyt tá upp, at í staðin fyri at krevja veiðigjald frá reiðarum, eigur partur av kvotuni at verða tikin frá teimum og seldur á almennum uppboði. Royndin riggaði væl í Føroyum Politikarar og frøðingar í Íslandi, sum hava sagt sína hugsan um føroysku uppboðssøluna, siga, at hon eydnaðist sera væl, bæði landskassin og reiðarar fáa vinning burturúr. Hann sigur, at tær fara ikki bara at síggast aftur í føroysku fiskivinnuskipanini, men eisini í hinum londunum í Norðuratlantshavi. Í síðstu viku segði íslendski støddfrøðingurin, orkell Helgason, við RÚV, at føroyingar fáa nógvar ferðir meira fyri sítt tilfeingi enn íslendingar fáa. Talan er eisini um geva øllum sama møguleika at fiska, teimum, sum eru nýggj í vinnuni, og teimum, sum hava altíð hava verið har eru javnsett. Niðurstøðan er, at hitatapið í sethúsunum fyri fermeturin er 215 kilowatttímar um árið, men tað er bara 44,4 kilowatttímar í íbúðini. Munurin er 170 kilowatttímar. Hendrik Akursstein, sum lesur orku og umhvørvisverkfrøði á Fróðskaparsetrinum, hevur kannað hitatapið í einum sethúsum í Árnafirði og í einari íbúð hjá Bústøðum á Oyrarbakka. Íbúðin hjá Bústøðum er gjørd eftir danskari byggireglugerð. Sethúsini í Árnafirði eru gjørd, sum mann plagar at gera og sum mann heldur, at hús eiga at verða bygd, sigur Hendrik Akurstein. Í 1984 varð ikki bygt so tætt. Í slíkum húsum ræður tilvildin, hvussu ofta luftin verður skift. Gjóstur og opin vindeygu avgera, hvussu luftskiftið er. Men longu nú hava Bústaðir í einari forkanning staðfest, at hóast talan er um neyvt somu íbúðir, brúkar eitt húsarhald dupult so nógva orku sum eitt annað, stendur í ársfrágreiðingini hjá Bústøðum. Sunnudagin var Jóhanna Norðberg Niclasen til konsert hjá Beyonce, ella Queen B, sum hon eisini verður kallað. Beyonc hevur konsertferðina The Formation World tour í hesum tíðum, og sunnudagin framførdi hon í Danmark. Highasakite hevur verið á konsertferð fyrr við Of Monsters and Men og er kanska kendast fyri lagið, Since Last Wednesday, sum kom út í 2014. Vit prátaðu við forsangarinnuna Ingrid Helene H vik. Henda pride in verður heldur øðrvísi enn vanligt, tí vit hava veruliga nakað at hátíðarhalda. Harafturat verður amerikanski sendiharrin, Rufus Gifford, við til at seta pride ina, segði Eiler Fagraklett, sum heldur, at tað kennist betur at vera samkyndur í Føroyum í dag enn í fjør. Til Bragdardagar kunnu børn uppliva stuttligar og øðrvísi summardagar. Tey eru úti í náttúruni, har tey klintra, síga, slackline a, leypa á sjógv og nógv annað. Shakespeare er fyri mongum ímyndin av leiklistini. Fyri summum tykist hann held ur háfloygdur og fyri øðrum serliga genialur. Á ólavsøku fara Shakespeare systrarnar, sum tær kalla seg, at sýna shakespeare leikir. Vørn hevur ikki heimild at nokta reiðaranum á Norðingi rætt at keypa kvotur á uppboðssølu, um viðkomandi lýkur treytirnar fyri at keypa, ið eru ásettar í kunngerðini um uppboðssølu av makreli, norðhavssild og svartkjafti og botnfiski í Barentshavinum í 2016. Treytirnar fyri at keypa, sambært grein 2 í kunngerð nummar78 frá 29. juni 2016, eru, at eigarin skal hava fiskifar undir føroyskum flaggi, sum hevur veiðiloyvi. Afturat hesum hevur Vørn skyldu at tryggja, at keyparar seta nøktandi trygd fyri, at peningurin verður goldin, sigur Vørn í tíðindaskrivinum. Vørn hevur ikki heimild at seta aðrar treytir til reiðarar, sum keypa kvotur á uppboði, ella at taka avgerð í trætum millum reiðarar og manningarfeløg. Vørn sigur seg ikki skilja Axel Hansen, nevndarlim í Føroya Fiskimannafelag, tá hann sigur, at Vørn ikki hevur hildið sínar skyldur í samband við uppboðssølurnar. Funeral snýr seg øgiliga nógv um mína fortíð og at gera upp við mína fortíð sum LGBTari í Føroyum. Eg eri av einum ættarliði, vónandi tí síðsta, sum hevur upplivað ekstrema homofobi og at vaksa upp í einum samfelag, har mann fekk at vita, mann ikki er góður nokk, sigur Heiðrikur um fløguna, sum kemur út í septembur. Sumbingar og Vága dansifelag kvøða Guðbrandskvæði J.H. Djurhuus og Heini Holm skipa. Vága Dansifelag fer at kvøða Brestiskvæði Edvard í Skorini skipar. Axel Hansen, nevndarlimur í Fiskimannafelagnum sendi 21 juli eitt skriv til Vørn, við áheitan um at manningarviðurskiftini við í metingini av, um Norðingur lýkur treytirnar fyri at keypa kvotu á tilfeingisuppboðssøluni. Landsstýrismaðurin má um ikki annað kunna siga, hvør skal hondhevja lógina, hann sjálvur hevur smíðað, og sum Løgtingið samtykti í vár, skrivar Aksel Hansen. Í kæruni til Fiskimálaráðið, sigur Axel Hansen, nevndarlimur, at hann kærir undirritaði framferðina hjá Vørn í sambandi við eina áheitan um at fylgja lógarásetingunum um manningarviðurskiftini í sambandi við kvotakeyp á almennu uppboðssøluni. Tóndur í Gøtu er júst liðugur við kanningar av uppsjóvarfiski í føroyskum øki, og fyribilsúrslitini vísa, at nøgdin av makreli er størri í ár enn í fjør, skrivar Havstovan. Eisini meira sild varð fingin í føroyskum øki í ár. Veiðan av makreli og sild vísti, at mesti makrelurin stóð norðanfyri og í ein landnyrðing úr Føroyum, og á Íslandsrygginum, meðan sildin var eystan fyri oyggjarnar og í ein útnyrðing móti Íslandi. Fyrivarni skal tó takast fyri, at kanningarøkið ikki er tað sama sum í fjør. Endaligu úrslitini verða tøk, eftir at øll skipini eru liðug við kanningarnar um hálvan august, sigur Havstovan á heimastovuni. Nógvur smáur svartkjaftur stóð spjaddur um alt kanningarøkið. Hetta er fyri tað mesta tvey og trý ára gamal óbúgvin svartkjaftur, umleið 22 24 cm til longdar og vigar knapt 85 gramm í miðal. Kanningin er skipað sum altjóða felagskanning undir ICES, har Føroyar luttaka saman við Noregi, Íslandi og Grønlandi. Samlaða nøgdin av makreli, sild og svartkjafti, har tølini frá øllum rannsóknarskipunum verða við, verður roknað á fundi í Bergen um miðjan august. Í fyrsta lagi snýr tað seg um at knýta bryggjurnar undir Høgabóli í Saltangará saman. Talan er um 220 metrar av kaikanti, sum skal byggjast, skrivar kommunan á heimasíðuni. Útbyggingin av Havnarlagnum er liður í einari 10 ára íløguætlan fyri Runavíkar kommun. Í fíggjarætlanin fyri í ár eru 8 milliónir krónur setta av til havnarútbyggingin. Spf. Rókin átti lægsta boðið nú dýpingin varð bjóðað út, og fer undir arbeiðið í næstum. Tilboðið var slakar 3 milliónir krónur fyri báðar dýpingarnar. Tann samlaða miðalvektin í ár er nakað minni enn í fjør. Hetta kemst einamest av, at tað eru eini 25 lomb fleiri í ár, og eru hetta mest tvílembulomb og gjólingslomb, skrivar Búnaðarstovan á heimasíðuni. Tað fer allarhelst at sirma ella regna bæði í dag og í morgin, men tað ringt at siga, nær og hvussu nógv. Tað sigur Hanus Kjølbro, sjómansskúlalærari. Tað er tó sannlíkt, at veðrið ólavsøkuaftan verður frægari enn ólavsøkudag. Ólavsøkudag verður meira grátt og styttri millum ælini. Makrelfiskiskapurin er mundandi betur í ár enn í fjør. Higartil eru fiskaði 14.204 tons. Somu tíð í fjør vóru knappliga 9.000 tons fiskað. Grønlendska fiskiveiðieftirlitið væntar kortini ikki, at kvotan á 85.000 tons verður fiskað. Tað er tó enn langt á mál til at røkka tølini frá metárinum 2014. Í 2014 vórðu 28.000 tons av makreli fiskaði um hetta mundið. Tað er 13.796 tons meira enn í ár. Teir tíggju loyvishavarirnir, ið hava fingið hissiniloyvið í ár, kunnu skeinkja øll sløg av rúsdrekka. Er tað til uttandurðatiltøk er tó bert loyvt at skeinkja rúsdrekka við í mesta lagið 5,8 av alkoholið. Hissiniloyvið er knýtt at verandi skeinkiloyvið, og tí skal ein loyvishavari vera, ið stendur fyri skeinkingini. Somu reglur gera seg galdandi fyri hissiniloyvið sum fyri vanlig skeinkiloyvið. Brot á hissiniloyvið er tí eisini brot á vanliga skeinkiloyvið. Nýskipan av fiskivinnu og pensjón skal avgreiðast komandi tingsetu, og tað setur dám á røðuna hjá Aksel V. Johannesen, løgmanni. Løgmaður heldur røðu sína í morgin, tá løgtingið verður sett kl. 13. Tosk og hýsustovnarnir eru somikið illa fyri, at tað er neyðugt at gera ein eina umsitingarætlan fyri at fáa stovnarnir koma upp aftur. Í fyrsta umfarið verða fiskidagarnir skerdir við 30 prosentum. Av teimum verða 15 prosent koyrd í aftur eina tillagingarpulju til tey skipini, sum hava uppbrúkt fiskidagarnar, soleiðis at óbrúktu fiskidagarnir verða brúktir. Sostatt vera fiskidagarnir skerdir við 15 prosentum. Av fýra ræðandi illgerðum í seinastuni hvesstist orðadrátturin í Týsklandi um landsins flóttafólka og tilflytarapolitikk, og Angela Merkel ststendur í miðdeplinum av atfinningunum. Tríggir av teimum fýra gerningsmonnunum vóru annaðhvørt flóttafólk ella fólk, sum hava biðið um friðskjól. Og eftir at ein persónur, sum ikki fekk friðskjól, seinasta sunnudag sprongdi seg sjálvan í luftina og særdi nógv onnur í býnum Ansbach, trinu fleiri týskir politikarar fram og søgdu, at tað er flóttafólkapolitikkurin hjá Angelu Merkel, sum hevur skyldina. Beinleiðis sending av Vaglinum í Havn við innsløgum og gestum í studio. Vit eru úti á gøtunum og skatta dýpið, hitta fólk og práta um leyst og fast í sambandi við ólavsøkuna. Vístur verður samandráttur av ólavsøkusetanini og kappróðrinum. Sendingin verður endursend ólavsøkudag. Landið eigur ikki at taka pengar frá vinnuni alt eftir, hvør støðan hjá landskassanum er. Gjøldini eiga at vera støðug, so vinnan veit, hvat hon hevur eisini næsta ár. Í samrøðu við Útvarpið knýtti Aksel V. Johannesen, løgmaður, skattalættan og uppboðssøluna saman, uppboðssølan fíggjar skattalættan. Løgmaður er nøgdur við uppboðssøluna. Men hann heldur, at prisirnir vóru ov høgir. Kapping var um fiskin, sum varð seldur á uppboði Eftir røðuna í løgtinginum dag hitti Jóhann Mortensen samgonguleiðaran Aksel V. Johannesen og andstøðuleiðaran Bárð á Steig Nielsen Bæði Sorinskrivarin í Havn og Børsurin í Keypmannahavn hava flaggað við skeivum flaggi í dag, nú danir fyri fyrstu ferð flagga á føroyska tjóðardegnum, ólavsøkudag. Men ikki allir eru tað, tí summir hava fingið eitt heilt nýtt, higartil ókent, flagg frá seymistovuni, tá teir bíløgdu sær eitt føroyskt flagg. Í januar 2014 samtykti løgtingið at heita á landsstýrið um at fyrireika og leggja frágreiðing fyri løgtingið um politikk fyri skapandi vinnur. Endamálið er at fyribyrgja og tálma, og menna og víðka viðgerðartilboðini til misnýtarar og avvarðandi teirra og minka medisinsku og sosialu skaðaárinini av misnýtslu. Harafturat verða aðalorðaskifti um menningarætlanina fyri sjúkrahúsverkið, um javnstøðupolitikkin næstu árini, um eigarapolitikk, tað er politikkur um landsins lut í millum annað partafeløgum, og ognir landskassans, sum ikki eru í fíggjarlógini, og landsstýrið fer eisini at biðja um aðalorðaskifti um tilbúgving. Vinnumálaráðið kemur í tingið við einum lógaruppskoti um at áseta nýggjar og endurskoðaðar reglur um eigaraavmarkingar og um útlendskan eigaraskap í alivinnuni. Sjálvt um fólk, sum arbeiða fyri atgongumerki heldur enn løn, skulu gjalda skatt av hesum, fer TAKS ikki at gera nakað við trupulleikan her og nú. Tað sigur stjórin á TAKS, Eyðun Mørkøre. Tað er arbeiðsgevarin, sum skal meta um, hvussu nógv virðið er á tí, sum verður latið, og hann skal síðani boðað TAKS frá, so TAKS kann leggja tað aftrat skattskyldigu inntøkuni hjá viðkomandi. TAKS ger tó ikki nakað ítøkiligt við málið í løtuni, sigur Eyðun Mørkøre. Tað er eingin ivi um, at hetta er skattskyldugt, og tí vóna vit at arbeiðsgevarnir gera sína skyldu, og boða okkum frá hvørji av teirra starvsfólkum hava fingið fríar ágóðar sum eru skattskyldugir, sigur hann. Sum útgangstøði eiga starvsfólk at fáa vanliga løn fyri sítt arbeiði ígjøgnum afturhaldskipanina, men tað finnast eisini ymisk sløg fyri fríum ágóðum sum eru skattskyldugir, so sum fríur bilur og so framvegis.Tá er tó talan um fólk sum fáa vanliga løn eisini. Tí fer TAKS sjálvandi at fylgja við í, um hetta er nakað, sum fer at útvikla seg, sigur Eyðun Mørkøre í einum skrivligum svarið til Kringvarpið. Fakfeløgini S og K og Havnar Arbeiðskvinnufelag hava funnist hvassliga at Eta fyri ikki at gjalda starvsfólkum á festivalum løn, men heldur ikki her kemur nakað ítøkiligt átak í bræði. Vígdis Johannesen, forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag, segði við útvarpið mikudagin, at felagið liggur í samráðingum við Føroya Arbeiðsgevarafelag um júst hendan bólkin innan matstovur og gisting í løtuni, og tá er góður siður at binda frið og ikki at koma við ítøkiligum átøkum. Í frágreiðingini hjá løgmanni á ólavsøku stendur, at familju og arvarættur verður væntandi yvirtikið í seinasta lagi á ólavsøku 2018. Samráðingarnar millum føroyskar og danskar myndugleikar um yvirtøkuna av málsøkinum ganga eftir ætlan og miðað verður eftir, at tær verða lidnar fyrst í 2017. Endamálið við lógaruppskotinum er formliga at yvirtaka málsøkið, og við uppskotinum fáa føroyskir myndugleikar lóggávuvaldið og útinnandi valdið á málsøkinum persóns , húsfólka og arvarætti. Frá 1. januar í 2017 ætlar samgongan at leggja gjøld á motorakfør um, so eitt nú bileigarar ikki gjalda eftir vekt men eftir útláti. Fyri at røkka málinum um at øll el framleiðsla í Føroyum verður grøn í næstu framtíð, verða fólk somuleiðis eggjað til at ogna sær el bil. Hóast nógv fólk hava ligið og sovið í gøtunum í nátt, hevur eingin verið í brummuni í Klaksvík. Man velur heldur at halda eyga við teimum, har tey eru. Løgreglan hevur fingið boð um eini 10 fólk, sum hava ligið og sovið úti í nátt og tað verður hugt til tey, sigur Jan Poulsen, vakthavandi á politistøðini. Fleiri enn 1000 armibond til tivoliøkið á Skálatrøð vóru seld á ólavsøku. Men tá ið foreldur skulu gjalda fyri stuttligu armibondini, bar ikki til at gjalda við korti. Tivoliøkið á Skálatrøð tók bert ímóti leysum pengum. Hetta førdi við sær metlangar køir við sjálvtøkurnar. Hetta hava fleiri foreldur ilskast um, og nú sigur nevndarlimurin í Tórshavnar ítróttarráði, Harald Joensen, at tey møguliga fara at taka ímóti korti næsta ár. Vit fara at eftirmeta hetta, sigur Harald Joensen, sum er nevndarlimur í Tórshavnar ítróttarráði, og leggur eisini aftrat, at líkt er til, at foreldur sleppa at gjalda við korti á Tivoliøkinum á Skálatrøð næsta ár. Harald Joensen leggur aftrat, at tey í ár hava selt um 1000 armibond fyri ávikavist 100 og 250 krónur Pengarnir, sum koma inn verða savnaðir saman síðani verða útreiðslurnar drignar frá, og at enda verða pengarnir býttir út ímillum tey 15 ítróttarfeløgini í Havn, sum eru limir í Tórshavnar ítróttarráði. Somu pengarnir eru uttan fyri skattaskipanina, tí ítróttarfeløg eru frátikin skattaskyldu. Luttakari hesa ferð er søldfirðingurin Hans Marius í Byrgi, ið gjørdi um seg sum DJ fyrst í fýrsunum, men sum í dag er stjóri í Sjógæti. Hans Marius hevur nógvar gleðir í lívinum millum annað konuna og sonin, og virkið, men eisini hevur hann havt stóran mótburð, serliga tá hann í tveimum umførum var krabbasjúkur. Barbara Dahl fór í 1980 úr Vestmanna til Havnar at ganga í studentaskúla. Seinni fór hon í bankalæru, enn seinni pedagoklæru, og nú hevur ein eisini eina útbúgving sum Life Coach. Barbara kemur við ávísingum og vegleiðing í samband við okkara atferð. Av øðrum greiðir hon millum annað frá truplu støðuni sum einlig mamma í 90 unum við sínum dreymabarni, sum nú hevur givið Barbaru eitt dreyma ommubarn. Eisini ein spurnarkapping er partur av Radio Ga Ga og í hvørjari sending verða trý hittløg úr 80 unum spæld. Edvard Nyholm Debess er best kendur sum bassistur, men við tíðini hevur hann so smátt eisini fingið eitt navn sum fotografur tvær bøkur við fotomyndum og teksti hevur hann higartil givið út. Edvard eitur Nyholm Debess eftir abba sínum, ið var kendur sum yrkjari, týðari, politikari, og handverksmeistari. Edvard førir okkum eisini til húsini, har hann vaks upp og sum Nyholm Debess í síni tíð lat liggja. Av øðrum kann nevnast, at vitjað verður á Trappuni í Vágsbotni, har Edvard sum ungur spældi jazz í Perluni, ið var hús á staðnum har trappan er bygd. Sendingingin hevur heitið Sterkstolta Havn eftir sanginum, sum Edvard Nyholm Debess yrkti til eina kapping um nýggjan havnarsang. Løgreglan í Havn bleiv umleið klokkan 03 í nátt uppringd av einum mannið, sum boðaði frá, at innbrot var í kaf Umami. Maðurin gekk av tilvild framvið kaf ini, tá hann varnaðist, at okkurt var áfatt. Tá løgreglan løtu seinni koma á staðið vóru tjóvarnir horvnir, men løgreglan hevur fingið rímiliga góða persónslýsing frá vitninum og hevur eisini onnur spor at fara eftir í málinum. Altjóða olympiska nevndin, IOC, hevur hálsað um og avgjørt, at tað verður ein trý manna nevnd undir IOC, ið skal endaliga skal avgerða um russisku ótrottarfólkini skulu sleppa við til OL. Í nevndini undir IOC sita Ugur Erdener, formaður í heilsu og vísindanevndini hjá IOC, Claudia Bokel, ið situr í nevndini fyri frælsan ítrótt hjá IOC, og spanski IOC limurin, Juan Antonio Samaranch yngri, ið er sonur fyrrverandi IOC forsetan við sama navni. Altjóða Olympiska nevndin, IOC, ætlaði upprunaliga ikki av sínum eintingum at útihýsa russisk ítróttafólk frá olympisku leikunum, men vildi hava altjóða sersambondini at taka avgerðina. Altjóða anti doping felagsskapurin, WADA, hevur annars mælt til, at øll russisk ítóttarfólk verða útihýst frá olympisku leikunum, eftir at tað er komið fram, at prógv eru fyri, at ein uppfatandi, stjórnar stýrd, doping skipan hevur virkað seinastu fýra árini í Russlandi. Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærararfelag, heilsar sertilboðnum vælkomið. Men talan er um eitt tvíeggjað svør, heldur hann, tí fólkaskúlin skal bæði vera rúmligur og inkluderandi og samstundis hava nøktandi tilboð til allar næmingar eisini næmingar við serligum tørvi. Tað var í morgun klokkan 8, at løgreglan bleiv ringd upp av einum ungum manni, sum saman við einum øðrum, var komin í havsneyð í eini jollu suður úr Nólsoynni. Teir báðir mennirnir, sum eru 20 og 21 ára gamlir, høvdu stolið jolluna og ætlaðu sær til Sandoynna. Teir komu ikki upp á land, men róku hinvegin til havs. Bjargingarbáturin Lív var eftir monnunum og fekk teir trygt inn aftur á land, men tað verður ein dýrar túrur fyri teir báðir ungu menninir. Teir tríggir, Jack Grinsted, Dave Mckinney og Jason Blair, hava í fýra samdøgur klintra eina munandi torførari leið upp enn áður er roynd. Absalon Eysturoy hevur verið samskipari fyri nýsælendsku klintrarnar. Hann var sjálvur við í 2012, tá menn fyrstu ferð vunnu sær upp á Trøllkonufingur. Á heimasíðuni My Faroe Islands skrivar týski journalisturin, at hon í gjár hitti filmsstjóran Wim Wenders og konu hansara á flogvøllinum, tá tey lendu í Føroyum. Í stuttari viðtalu sigur Wim Wenders, at hann steðgar í Føroyum í fýra dagar, meðan upptøkur til filmin Submergence verða gjørdar her á landi. Submergence er ein romantiskur spenningsfilmur, har svenski Oscar vinnaran Aliciu Vikander hevur ein av høvuðsleiklutunum. Alicia Vikander verður eisini við í upptøkunum í Føroyum. Hvar upptøkurnar skulu gerast er óvist, men við heimasíðuna My Faroe Islands sigur Wim Wenders, at tær skulu gerast í Saksun og Gásadali. Ætlanin var at fara út í Mykines at taka upp, men Wim Wenders sigur, at tíðarætlanin og veðurviðurskiftini í Føroyum tíverri ikki loyva hesum. Klintriferðin hjá teimum trimum ný sælendarunum uppá Trøllkonufingur hevur vakt ans kring heimin, og tí kunnu vit vænta fleiri klintrarar hendan vegin. Av tí sama eiga almennu føroyar at seta ein stovn, sum hevur til uppgávu at gera tað trygt hjá tílíkum adventure ferðafólkum at koma hendan vegin, heldur Absalon Eysturoy. Hóast arbeiðsloysið í landinum er søguliga lítið, eru 500 fólk framvegis skrásett sum arbeiðsleys í ALS. Samstundis er neyðugt at hava útlendska arbeiðsmegi til tess at nøkta tørvin, sum vinnan hevur á skikkaðari arbeiðsmegi. Trupulleikin er, at fólkini, sum eru skrásett í ALS, hava ikki tann førleika, sum vinnuni tørvar, sigur Samferðslumálaráðið í ískoytispartinum til løgmansrøðuna á ólavsøku. Landsstýrið fer tí undir at skipa eina vaksamannalæru, soleiðis at fólkini fáa tann førleika, sum arbeiðsmarknaðinum tørvar, og hetta málið verður raðfest høgt, sigur Samferðslumálaráðið. Størstu útgjøldini í ALS fara til virki í alivinnuni og uppsjóvarvinnuni, og ALS stýrið hevur heitt á landsstýrið um at broyta skipanina, tí fyritreytirnar eru broyttar. Landsstýrið viðger málið, og ein møguleiki, sum verður kannaður, er, um fiskavirkisskipanin kann verða broytt í samráði við partarnar á arbeiðsmarknaðinum sum ein liður í semju um fastlønarsáttmálar fyri ávís virki, sum nú eru í fiskavirkisskipanini. Fíggingarspurningurin verður avgreiddur, tá partafelagið Eysturoyar og Sandoyartunlar hevur fingið tilboðini frá arbeiðstakarunum at gera tunlarnar, væntandi í september, upplýsir Samferðslumálaráðið í fylgiskjølum til løgmansrøðuna. Arbeiðið at gera inntøk til Eysturoyartunnilin byrjaði norðan fyri Hvítanes og við Sjógv á Strondum í mars, og hetta arbeiðið verður væntandi liðugt í august. Arbeiðið at gera verkætlan um nýggjan hvalbiartunnil er boðið út, og tað skal verða liðugt í vár. Samferðslumálaráðið sigur, at miðað verður eftir at gera tunnilin í hesum valskeiðnum. Nú lánini, sum P.f. Vágatunnilin tók til at gera fasta sambandið um Vestmannasunnasund, eru afturgoldin, er grundarlag fyri at endurskoða príspolitikkin hjá felagnum, sigur Samferðslumálaráðið, og arbeitt verður við einari samhaldsfastari samferðsluloysn um alt landið. Higartil hevur landið fingið góðar 57,5 milliónir krónur burtur úr royndaruppboðssøluni. 20.000 tons av svartkjafti eru eftir at selja á uppboði. Ætlanin hjá landsstýrinum er seint í ár at bjóða út arbeiðið at byggja havrannsóknarskip, sum skal vera liðugt í seinasta lagi í 2019. Og seinnapartin í dag tekur Guðni Thorlacius Jóhannesson við. Hann verður sætti forseti Íslands síðani 1944, tá Ísland gjørdist sjálvstøðugt land. Ólafur Ragnar Grímsson fór frá á midnátt. Til seinnapartin í dag, tá nýggi forsetin tekur við, er forsetavaldið í hondunum hjá forsætisráðharranum, formanninum í Hægstarætti og formanninum í altinginum. Móttøkan í Fiskivinnuráðnum var ikki meira enn lunkað, tá tað hálvan juli viðgjørdi uppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, um eyka fiskidagar til teirra, sum hava brúkt sínar egnu dagar. Frystilínuskipini fáa ikki gagn av uppskotinum, tí tey leggja árið soleiðis til rættis, at tey goyma sær fiskidagarnar og royna á fjarleiðum fyrst. Meginfelag útróðrarmanna mælti frá at samtykkja uppskotið, og Ráfiskaseljarafelagið mælti til, at Fiskivinnuráðið fær uppskotið aftur, tá fiskidagarnir fyri næsta fiskiár eru ásettir. Skipara og navigatørfelagið heldur uppskotið vera skilagott, og Fiskimannafelagið gjørdi vart við, at fiskidagar eru ætlaðir teimum, sum reka vinnuligan fiskiskap. Í framtíðini eiga aðrir bólkar ikki at fáa fiskidagar. Sambært gerðarbókini tekur Fiskivinnuráðið tó samanumtikið undir við, at tey, sum hava brúkt allar sínari fiskidagar, fáa fleiri dagar. Uppskotið um eykadagarnar fer at hava við sær meirkostnað fyri Vørn, tí KT skipanin hjá stovninum skal broytast, so hon eisini kann umsita eyka fiskidagar. Høgni Hoydal ætlar, at í hvørjum bólki uttan tí hjá trolarum, skulu vera eyka fiskidagar, so skip og bátar, sum hava brúkt sínar dagar í verandi fiskiári, kunnu fáa fleiri dagar úr felagspuljuni næsta ár. Vinnan fýlist á, at skip og bátar tí ikki hava havt møguleika at leggja fiskiskapin soleiðis til rættis í verandi fiskiári, at mest fæst burtur úr ætlaðu broytingunum. Ferðavinnan í Føroyum hevur tikið dik á seg seinastu árini, staðfestir uttanríkis og vinnumálaráðið í ískoytispartinum til løgmansrøðuna. Talið á teimum, sum ferðast við ferðamannaskipum, er meiri enn fimmfaldað síðani 1999, og umsetningurin í ferðavinnuni vaks umleið 30 prosent frá 2011 til 2013, úr 448 milliónum krónur upp í 577 milliónir krónur Til tess at skapa betri karmar um vaksandi ferðavinnuna, hevur landsstýrismaðurin í uttanríkis og vinnumálum sett ein arbeiðsbólk at orða heildarætlan fyri vinnuna. Í heildarætlanini, sum skal verða liðug í ár, verður dentur lagdur á at menna innlendis ferðavinnu, samstundis sum atlit verða tikin at náttúruvernd og burðardyggari menning í vinnuni. Hóast tað var seint, og veðrið legði upp til at vera inni, var leygarnáttina ein hópur av fólki at síggja í Rit og Rák í SMS, tá framhald av bókarøðini um Harry Potter varð seld. Hetta er áttanda bókin í røðini um Harry Potter, men hon er rættiliga øðrvísi enn hinar sjey. Søgan snýr seg ikki um Harry, Ron og Hermione, men um børn teirra, tá tey byrja í Hogwarts. Eisini er bókin skrivað sum eitt leikrit, men tó stílað á ein hátt, so at hon er løtt at lesa. Frá bókhandlunum frættist, at bókin kemur á hyllarnar í næstum, og tá kunnu tey, sum ikki vóru til tiltakið í Rit og Rák, ogna sær hana. Tey, ið mannaðu liðið hjá Framsóknum Ungum, vóru Bjarni Kárason Petersen og Jógvan í Dímun. Manningin hjá Sosialistiskum Ungum vóru Bergur Arnbjarnasonur Dalsgarð og Barbara Gaardlykke Apol. Á hvørjum ári fara hundraðtals føroyskar pisur undir víðari lestur, bæði í Føroyum og uttanlands. Hetta er ein sera spennandi tíð, ið krevur nógva fyrireiking, og sum eisini hevur nógvar spurningar við sær. Tiltakið Pisudagar er til tey, sum fara undir víðari lestur uttanlands, har endamálið er at geva teimum høvi at seta spurningar, fáa góð ráð og tosa við onnur, sum eru í somu støðu. Ólavsøkukabarettin er aftur í ár, sum siðvenja er. Eins og í fjør er manningin á kabarettini ung. Manningin er Búi Rouch, Petur Meinhard Ellebye Andersen, Durita Dahl Andreasen og Mariann Hansen við hjálp frá Dáva Djurhuus og Aldu Egilstrøð Magnussen. Katrin Dahl Hanusson, ummælari, letur sera væl at kabarettini. Fíggjarmálaráðið sigur í fylgiskjølunum til løgmansrøðuna á ólavsøku, at á fíggjarlógini verða fleiri øki raðfest til tess at røkka politisku málunum hjá landsstýrinum, eitt nú virðisøking í fiskivinnuni, játtan til fleiri serlæknar, hækkaður lestrarstuðul, fleiri útbúgvingar, at yvirtaka útlendingamál, fólkaatkvøða um stjórnarskipan, bústaðir til fólk við serligum avbjóðingum og samferðsluútbyggingar. Partur av avlopinum hjá landskassanum skal setast í Búskapargrunnin, 20 prosent av avlopinum upp til 200 milliónir krónur og helvtin av avlopinum, sum er oman fyri 200 milliónir. Enn er eingin er tikin í málinum um eldsbrunan í felagshúsinum hjá Anonymum Alkoholikarum í Havn mikukvøldið 20. juli, og løgreglan vil framvegis hava upplýsingar frá fólki, sum kunnu hjálpa til at uppklára málið. Kanningar hjá kriminalteknisku deildini hjá donsku ríkisløgregluni staðfesta, at eldurin varð ásettur, og áðrenn eldur varð settur á, varð brotið inn í húsini. Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur, sigur, at nógv hava vent sær til løgregluna í málinum, men enn hevur løgreglan ikki nóg góðar slóðir at elta, og vil hava fleiri upplýsingar frá fólki, sum halda seg hava sæð okkurt. Fólk yngri enn 25 ár, sum fáa forsorgarveiting og búgva heima hjá foreldrum, fáa 1.535 krónur meira um mánaðin, tá løgtingið hevur samtykt lógarbroytingina hjá landsstýriskvinnuni í almannamálum. Eyðgunn Samuelsen sigur, at hon fer at skjóta upp at hækka veitingina, so hon fer upp í 3.130 krónur um mánaðin, tá skattur og onnur gjøld eru drigin frá. Forsorgarlógin skal eisini broytast soleiðis, at foreldur, sum eiga barn á stovni, hava rætt til endurgjald fyri mista inntøku í sambandi við, at tey fara við barninum til viðgerð á sjúkrahúsi. Nú skal bera til at søkja um pass um ein talgilda skipan, og umframt vanligt gjald fyri pass, skal serstakt gjald latast fyri at fáa talgild fingraprent í passið. Landsstýrið sigur í ískoytispartinum til løgmansrøðuna, at pass er týdningarmikið skjal fyri at kunna vátta sín samleika, og tí eigur lógin at verða dagførd regluliga, so vit ikki koma í ta støðu, at spurningar verða settir við passið. Ov stórt trýst á svensku seymistovuna er umberingin fyri, at bæði í Danmark og í Havn varð flaggað við skeivum føroyskum flaggi ólavsøkudag, flaggi við bláum krossi. Svenska seymistovan hevur havt úr at gera við at seyma grønlendsk og føroysk fløgg. Eisini Dahls Flagfabrik bað um fleiri fløgg úr Svøríki, tá eftirspurningurin vaks. Sambært frágreiðingini hjá Dahls flagfabrik tók svenska seymistovan bíleggingina frá teimum, men hevði so ikki rættiliga stundir at avgreiða bíleggingina á rættan hátt. Og Dahls Flagfabrik kannaði ikki fløggini, áðrenn tey vórðu seld. Fagnaðurin var annars stórur á júst Dahls Flagfabrikk fyrr í ár, tá forsætisráðharrin gav donskum stovnum boð um at flagga við grønlendska flagginum tjóðardagin 21.juni og tí føroyska ólavsøkudag. Tá boðaði Dahls Flagfabrik frá, at har vóru tey sera fegin um boðini úr Forsætismálaráðnum. Har droymdu tey um ein risastóran ordra. Gjørt varð eisini vart við, at fremmand fløgg eru eitt síndur dýrari enn Dannebrog, men tað fór uttan iva at bera til at finna ein góðan prís. Dahls Flagfabrik fekk ikki latið øllum, sum fingu skeiva føroyska flaggið, rætta flaggið ólavsøkudag, tí tey høvdu bara seks fløgg við reyða krossinum á goymslu. Okkurt um 20 skeiv fløgg vórðu seld. Í hvussu so eitt teirra fór til Føroya, tí tað veittraði á flaggstongini hjá sorinskrivaranum ólavsøkudag. Teen Street er ein andalig lega, sum er hildin í Oldenburg í Týsklandi. Áleið 400 føroyingar hava luttikið, umframt túsund onnur úr øllum heiminum Tóra Petesen, PhD í sálarfrøði og Rógvi Olavson, samfelagsfrøðingur og tíðindafólk hjá Kringvarpinum kjakast um, hvørja ábrygd tíðindafólk hava yvirfyri sínum lurtarum, hyggjarum og lesarum, tá tað snýr seg um, hvussu vit miðla yvirgang, og í hvønn mun vit miðla yvirgang. Tey, sum skipa fyri summarleguni fyri sosialistiskan ungdóm, royna at fáa leguna aftur til tað, hon var áðrenn álopið, ið Anders Behring Breivik framdi 22. juli 2011. Tað sigur forkvinnan í Sosialistiskum Ungum, Barbara Apol. Hon óttast ikki fyri álopið sjálv nú dagin fyri, hon fer á summarleguna. Her er røðan, sum løgmaður helt, tá tingið varð sett ólavsøkudag, og sum løgtingið í dag fór undir at viðgera. Dagurin í morgin er eisini settur av til viðgerð av ólavsøkurøðuni Kára Bjarnadótir Jacobsen og Maria Ziskason Nesá gjørdu samrøðurnar, meðan Jákup Magnussen var í útvarpsstovuni í Havn. Finnur Hansen var teknikari í KvF. Á konsertini spæla og syngja Óli og Judy Poulsen, systkini Guðrið Hansdóttir, Fróði og Bjarki Hansen, systkini Olivia, Jaspur og Oddmar Tausen, og systkini Pætur, Arni og Jákup Zachariasen, sum øll eru eftirkomarar hjá Haldu og Hans Tausen. Uppskotið um at endurstovna Landsbanka Føroya og stovna Føroya váðaráð má broytast, tí tað samsvarar ikki við myndugleikabýtið millum Føroyar og Danmark. Danska ráðið mælir til at broyta uppskotið soleiðis, at Føroya váðaráð bara fær heimildir viðvíkjandi trygging, pensjónum og realkreditti, hetta eru málsøki, sum eru yvirtikin og føroyingar tí ráða yvir. Danska váðaráðið varðar av peningastovnunum í Føroyum. Og danskir myndugleikar virka eisini fyri fíggjarligum støðufesti í Føroyum, sigur Vinnu og vakstrarmálaráðið í sínum hoyringarskrivi. Vinnu og vakstrarmálaráðið sigur tað vera neyðugt, at føroyingar og danir samráðast um, hvussu berast skal at, tá peningastovnar í Føroyum lata Føroya váðaráði upplýsingar. Miðað verður eftir at fáa samstarv við danska fíggjareftirlitið um upplýsingar, sum kunnu stuðla undir arbeiðinum hjá Føroya váðaráði at eyðmerkja og hava eftirlit við systemiskum fíggjarligum váðum í Føroyum. Í løtuni arbeiðir Sinnisbati við persónligum søgum, har tey, ið hava sálarsjúku, ella tey, ið eru avvarðandi hjá einum, ið er sjúkur, hava sent inn. Endamálið er at varpað meiri ljós á, hvat sálarsjúka er, og hvussu hon ávirkar tilveruna. Umframt hetta arbeiðir Sinnisbati við at gera upp við fordómsfullu ímyndina av teimum, ið hava sálarsjúku, av tí tað kann vera sítt til at bróta tabu um tað at hava sálarsjúku. Haraftrat hava tey í Sinnisbata eisini skipað ein hjálparbólk fyri tey avvarðandi, har tey kunnu hittast og fáa eitt sonevnt time out saman. Eftirspurningurin á júst hesum hevur verið stórur. Í ár er fjórða árið at Wacken Metal Battle var í Føroyum. WACKEN METAL BATTLE er undanumfarið at sleppa at spæla í Týsklandi til WACKEN OPEN AIR altso stórsta málmsfestivalin í heiminum, har uml 86.000 fólk luttaka. Hetta er fjórða árið at Wacken Metal Battle var hildið í Føroyum. Og í ár vóru tað bólkurin Svartmálm, sum vann. Arbeiðið hjá Hagstovuni kemur í vanda, tí orkan gongur undan. Talan er millum annað um tjóðarroknskapin og hagtøl um arbeiðsmarknaðin. Stjórin á Hagstovuni mælir til, at Hagstovan ger hagtølini klár til Landsbankan at greina fyri at sleppa undan, at báðir stovnar gera tað sama. Tað er okkurt hátíðarligt yvir Merkinum, tí tað vísir á ein tjóðarsamleika. Tá flaggað verður við Merkinum við skeivari litsamanseting, kennist tað tí niðrandi fyri føroyingar , og tí øsa teir seg upp. Tað sigur Hans Andrias Sølvará, lektari á Setrinum. Ein annur partur av tí er, at tað er eitt land í Ríkisfelagsskapinum, sum hevur flaggað við skeiva flagginum. Enn er tað ein ósvaraður spurningur, akkrát hvat Ríkisfelagsskapurin ber í sær , og hvønn lut tey trý londini í felagsskapinum hava. Tá slíkt hendur, er tað tí sera kensluborið, og fær førroyingar at reagera. Hoyr Hans Andrias Sølvará greiða frá, hvat liggur aftanfyri kjakið um flaggøluna 29. juli, og Bjørk Krog Olsen siga frá, hví hon avráddi at vera við í kjakinum. Fyri tveimum mánaðum síðani skuldi starvið lýsast leyst aftur sum skjótast. Nú er einasta svar, sum fæst frá Løgmansskrivstovuni, er, at starvið verður lýst leyst í næstum. Tann 3.juni avgjørdi løgmaður, at starvið skuldi lýsast leyst av nýggjum. Tá, fyri tveimum mánaðum, boðaði Løgmansskrivstovan frá, at starvið fór at verða lýst leyst sum skjótast. Tíggju umsóknir komu, tá starvið sum aðalstjóri varð lýst leyst 11.februar, tí aðalstjórin, sum var, Bjørgfríð Ludvig, fór í annað starv. Men ikki fyrr enn fyrst í juni kom fram, at Poul Michelsen, landsstýrismaður, ikki vildi hava John Rajani, sum setanarbólkurin innstillaði sum nummar eitt. Men Umboðsmaðurin sigur, at hon hevur ikki heimild at leggja upp í innihaldsligu viðgerðina, tá ein myndugleiki ikki er liðugur at viðgera málið, kært er um. Pól Edvard Egholm, sum var í Uttanríkis og vinnumálaráðnum, tá sðalstjórastarvið varð lýst leyst, er aðalstjóri fyribils til nýggjur aðalstjóri verður settur. Hanus Hansen sigur, at síðan Norðingur kom í vinnu fyri fimm mánaðum síðani, hevur manningarparturin verið eina millión og 250.000 krónur, ella 8.800 krónur um dagin. Men Fiskimannafelagið krevur, at manningarparturin hesar fimm mánaðirnar skuldi verið eina millión og 930.000 krónur, ella 13.500 krónur um dagin, skal manningin lønast eftir sáttmalanum um ídnaðarskip. Axel Hansen sendi Vørn eitt skriv 21. juli við áheitan um, at manningarviðurskiftini eru við í metingini av, um Norðingur lýkur treytirnar fyri at keypa kvotu á tilfeingisuppboðssøluni. Kenda vinnulívskvinnan, Kitty May Ellefsen, greiðir frá sínum lívi í 80 unum og eisini seinni. Hon var útbúgvin cand.merc.jur og er eisini forkvinan í Vága Floghavn. Men seinasta veturin hevur hon lisið Positiva Psykologi í Aarhus. Tað merkir, at hon eisini hevur áhuga í innaru virðunum. Tosað verður við triðvalda mannin í Sjóvar Kommunu, Poul Jákup Thomsen við Jónu Venned leiðara á Skótadeplinum á Selatrað við Josefinu Jacobsen um próvstagarðin í Nesi, sum í dag er bygdasavn við Evu Andersen um hennara framúr sermerkta urtagarð, Kára Bjarnadótir Jacobsen og Maria Ziskason Nesá gjørdu samrøðurnar, meðan Jákup Magnussen var í útvarpsstovuni í Havn. Finnur Hansen var teknikari í KvF. Amnesty og Sig Frá hava, í samstarvi við løgregluna og Fólkaheilsuráðið, skipað fyri átakinum Sex krevur samtykki . Katrin á Neystabø, aðalskrivari hjá Amnesty, og Elin Winther Poulsen, samskipari í Almannamálaráðnum, tosa um evnið. Vit kenna hana best sum svimjara. Hon hevur vunnið fleiri heiðursmerkir á Oyggjaleikunum, sett fleiri føroysk met og verið við á føroyska svimjilandsliðum. Men nú gevst hon. 21 ára gamla Astrið Foldarskarð hevur svomið síðani hon minnist, men hevur nú valt aðrar leiðir. 18 milliónir, tað er tað, sum Mentamálaráðið vil brúka til at hækka studningin til tey lesandi. Uppskotið um at hækka lestrarstudningin er til viðgerðar í Løgtinginum í dag. MFS saknað eina yvirskipaða ætlan. Tað sigur Torstein Johannes Fríðfinnson, umboð fyri MFS. Summar Festivalurin byrjar í dag, og heldur fram til sunnumorgunin. Vit hyggja nærri at skránni til ársins Summar Festival. Uni Leitistein Hansen, royndur tónleikaummælari og festivalluttakari, ummælir skránna. Hann hevur júst givið eina fløgu út, og nú hevur hann sagt sítt borgarliga starv upp fyri at vera tónleikaframleiðari í egnum studio. Vit práta vit Sakaris Joensen. Tí fer ráðið ikki til dømis at krevja, at stór samtøk sum til dømis TF Holding verða skyld sundur í minni eindir, fyri at minka um váðan við eini so stórari fyritøku í føroyska samfelagnum. Tað sigur Kristina Hásfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum. Andr hugleiðir um 18. umfarsum varð spælt á ólavsøku, og eisini verður hugt at 19. umfari í Effo deildini, ið verðurspælt nú um vikuskiftið. Bæði fólk úr andstøðu og samgongu hava annars funnist at uppskotinum hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Høgna Hoydal, um at skerja fiskidagarnar hjá línuskipum, trolbátum og útróðrarbátur við 30 prosentum næsta fiskiár og at seta 15 prosent av skerdu døgunum til viks at luta út til tey skip, sum hava brúkt sínar dagar. Samgongulimir seta spurnartekin við uppskotið, og formaðurin í Vinnunevndini, Bjarni Hammer, hevur lagt upp til eitt broytingaruppkós. Føroysk lesandi við børnum skulu hava enn meira í studningi, ein langtíðarætlan má gerast, og lesandi á hægri útbúgving, sum eru yngri enn 18 ár, eiga eisini at fáa studning. Tað sigur Torstein Jóhannes Fríðfinsson, formaður í Meginfelag Føroyskra Studenta, í viðmerking til uppskotið um øktan lestrarstuðul. Uppskotið hjá landsstýriskvinnuni í mentamálum, Rigmor Dam, um at hækka studningin til føroysk lesandi er í dag til 1. viðgerð í tinginum Verður uppskotið samtykt, fáa lesandi yvir 18 ár 500 krónur meira um mánaðin í 2017. Upphæddin verður tá 4.315 krónur Foreldur fáa 34 krónur afturat um mánaðin í barnastudningini, og einligir forsyrgjarar fara eisini at fáa lestrarstuðul í juli mánað. Samgongan ætlar at økja studningin við seks milliónum krónum árliga yvir trý ár fyri at bøta um umstøðurnar hjá lesandi. Málið er at fáa føroyska lestrarstuðulin á hædd við upphæddina, sum føroyingar undir hægri lestri fáa uttanlands, stendur í uppskotinum. Verður uppskotið samtykt, fær ein lesandi í Føroyum, sum er eldri enn 18 ár og ongi børn hevur, 47.465 krónur árliga. Fær viðkomandi hinvegin danskan lestrarstuðul, er upphæddin 71.292 krónur um árið. Fíggjarliga trúvirðið hjá føroyingum verður størri, nú Landsbankin skal endurstovnast 1. oktobur. Tað heldur Sigurd Poulsen, stjóri á Hagstovuni. Hann var stjóri í gamla Landsbankanum øll 25 árini frá 1988 til, stovnurin varð niðurlagdur 1. apríl 2013. Sigurd Poulsen harmast um, at Landsbankin varð niðurlagdur, tí Føroyar tørva ein óheftan, fakliga stýrdan stovn, sum arbeiðir fyri øllum landinum. Hann heldur tað vera óheppið, velur ein komandi samgonga aftur at niðurleggja Landsbankan, men sigur, at soleiðis eru treytirnar í einum demokratiskum landi. Steintór Rasmussen og Ragnhild Ellingsgaard, fyriskipari, greiðir frá SF, Louis hjá Julla ætlar at syrgja fyri, at pápin sleppur á Cliff Richard konsert, Froja og Sarah venja til framførslu, og Heri Ellingsgaard greiðir frá sínum móttøkuhúsi, har Cliff Richard og onnur fara at búleikast. Óli arge hevur verið fjeppari í nógv ár, og nú slapp hann endiliga at uppliva Cliff í Føroyum á Føroya stórsta palli. Nevnliga á Summarfestivalinum. Tað var fantastiskt at siggja so nógv ung og gomul syngja við konsertini, sum hann klaradi til UG. Í hesum døgum, tá fólk í gerandisdegnum ganga við oyrabúffum í oyrunum, ganga til konsertir og onnur tiltøk, ið innibera ljóð við harðari og høgari góðsku, vita tey sum oftast ikki, hvussu støðan er við hoyrnini. Nú verður evnið tikið upp á ráðstevnuni, sum ber heitið Ansa eftir hoyrnini hon skal halda alt lívið , og ráðstevnan verður hildin í samband við ársins Summarfestival í Klaksvík. Rani Nolsøe greiðir frá. Tað er lætt at gera nakað við grindadráp. Samaborið við til dømis grískjøt, so eta lutfalsliga fá grind. Tey, sum eta grind, gera tað ikki serliga ofta. Steðga vit grindadrápi, ávirkar tað tí ikki serliga nógv fólk, sigur Marna Frida Olsen, sum er ímóti grindadrápi. Hon ásannar tó, at hon fær ikki steðgað tí einsamøll. Skansabryggjan er ein stokkut loysn, sum er skundað ígjøgnum. Fyrireikandi kanningarnar eru ov grunnar, og avleiðingarnar í framtíðini verða stórar. Soleiðis ljóða atfinningarnar hjá Marin Katrinu Frýdal. Hon var einasti býráðslimurin, ið atkvøddi ímóti uppskotinum. Floksfelagarnir Jógvan Arge og Jákup Dam greiddu onga atkvøðu, meðan átta býráðslimir atkvøddu fyri. Útbyggingin av Tórshavnar Havn kostar 465 milliónir. 300 milliónir skulu lænast og 165 skulu rindast umvegis íløgukarmin hjá Tórshavnar Havn næstu árini. J og K petersen átti lægsta tilboðið og skal standa fyri útbyggingini. Bólkurin I Am ger come back og tosað verður við sangaran Birgir Sigurðsson. Prát við Brian McFadden og Keith Duffy í duettini Boyzlife. Prát við Jákup Andreasen, yngsti maður á KÍ liðnum, sum skuldi spæla landskappingardyst móti Skála á Summarfestivalinnum. Tveir limir í norska bólkinum, Highasakite, Ingrid H vik og Øystein Skar, greiða frá bólki sínum. Rúni, Jógvan, og Nikolai syngja Congratulations og Livin Doll í Cliff Richard sakappingini. Saunavørðurin, Hans Kristian, greiðir frá ymsum í tí sambandi. Men nevndarformaðurin í TF Holding, Arni Brattabeg sigur, at tað verður forstjórin, Suni Schwarts Jacobsen, sum einsamallur fer at mynda samtakið í framtíðini. Lars Bonde er formaður í Tryggingarfelagnum Føroyar, og hann sigur, at ætlanin er, at ein nýggjur stjóri verður settur í seinasta lagið fyrst í oktober. Áðrenn nevndin fór í summarfrí, fór hon undir eitt samstarv við headhuntarafyritøkuna, AMROP, sum skal vera við til at finna nýggja stjóran. Í AMROP eru tey serliga køn innan fíggjarheiminum, og tað er ein føroyingur, sum skal hjálpa Tryggingarfelagnum við at finna rætta stjóran, sigur Lars Bonde, sum umframt at vera nevndarformaður í Tryggingarfelagnum Føroyar, er stjóri í samtakinum TRYG Danmark. Tryggingarfelagið fer fyrst og fremst at leita eftir einum nyggjum stjóra millum føroyingar her heima og uttanlanda, sigur Lars Bonde. Viðkomandi skal búgva í Havn, tá hann tekur við. Ein føroyingur var millum luttakararnar, sum gingu inn á vøllin við hálgum tvey tíðina í nátt. Pál Joensen skal svimja fyri Danmark á olymisku leikunum, og hann var við til setanina. Pál Joensen gekk aftanfyri Dannebrog, sum var borið av tennisleikaranum, Caroline Wozniacky á odda, men millum smærru donsku fløggini, sum luttakararnir sjálvir høvdu í hondini, veitraði merkið í hondini á Páli. Ikki øll ítróttarfólk luttaka í setanini, tí hon kann vera alt ov møðsom fyri tey, sum skulu kappast dagarnir eftir. Men Pál Joensen skal ikki svimja fyrr enn fríggjadagin, og tí var hann ein av teimum, sum slapp við til setanina í nátt. Setanin var ein stórsligin framsýning, sum vardi í fimm tímar í alt, og hon heiðraði ymiskleikanun, men hon gjørdi eisini vart við ovurupphiting og hóttu regnskógirnar. Boðskapurin var, at vit skulu ansa væl eftir klótini. Øll ítróttarfólkini, sum gingu inn á vøllin, høvdu eitt fræð í hondini, sum varð plantað í eitt hylki. Hesi trøð verða síðani plantað úti í náttúruni. Millum 10 og 11 túsund Ítróttarfólk, umboðandi 207 lond og bólkar eru við í olympisku leikunum hesa ferð. Eisini flóttafólk og statsleys hava sín egna bólk, sum tey luttaka undir. Í niðurstøðuni hjá Moody s, sum var almannakunngjørd í gjár, stendir, at hon fer væntandi at geva eina javna og opna atgongd til fiskiríkidømið, samstundis sum tað fer at økja inntøkurnar hjá tí almenna, og tað fer at betra um búskaparliga haldførið. Ein uppboðsøla fer væntandi at skapa størri inntøkur til landið sammet við verandi útlutingarskipan, stendir í niðurstøðini hjá Moodys. Verandi útlutingarskipan fer helst at geva landinum eina inntøku uppá 165 milliónir krónur í 2016, og tað er væl minni enn marknaðarvirðið er mett at vera. Landsstýrið hevur ikki tikið hesar øktu inntøkurnar við í sínum útrokningum av framtíðarinntøkum, og tað er skilagott, stendir í frágreiðingini hjá Moody s. Føroyar varveita ratingina Aa3, sum er fjórðhægsta rating av 21 møguligum. Ratingin er ein meting av førleikunum hjá landinum at gjalda eitt lán aftur. Styrkin í føroyska búskapinum sigur Moody s vera búskaparligt sjálvstýri støðug viðurskifti við Danmark og stórt gjaldføri, sum minkar um endurfíggingarváðan Hinvegin eru avbjóðingarnar at búskapurin er so tengdur at fiskivinnuni og fiskaaling at Føroyar hava havt hall á fíggjarlógini í nógv ár og at Føroyar er so bundið at stuttari fígging við fimm ára lánum. um fíggjarlógin aftur kemur í langtíðar javnvág, um skuldin minkar til støðið undan heimsfíggjarkreppuni og um Føroyar vórðu minni tengd at stuttíðarfígging. Viðurskifi, sum kunnu geva Føroyum eina verri rating eru um hallið á fíggjarlógini ikki verður burtur, um skuldin veksur nógv meira, um viðurskiftini við Danmark versna og um onkur óheppin skelkur rakar fiskivinnuna. 1. septembur verður fløgan Funeral eftir Heiðriki Á Heygum til taks. Vit tosa við Heiðrik um hana og fyrsta staklagið Change of Frame , sum er útgivið við sjónbandið. Tað sæst niðast í greinini. Listamaður uttan mørk Filmsleikstjóri, sangari, tónleikari, málari Hvat kann eg kalla teg í greinini Eg haldi ikki, man eigur at pakka ymiskar greinar av list soleiðis niður í ymiskar eskjur. Listin er uttan mørk, verið tað seg tónleikur ella málarí. Eg úttrykki meg á ymiskar hættir til ymisk høvi. Mynd Julie Rowland Sangir um fyrrverandi tilverustríð sum samkyndur Nógv er hent, síðani eg var barn. Samkynd vóru ikki als ikki viðurkend sum nú, men heldur var homofobi dagligur kostur. Eg og onnur samkynd vuksu upp við skuldarkenslu, tí vit vildu sjálvandi ikki samanberast við nakað negativt. Leggur lok á fortíðina Keðiligu minnini frá yngri árunum kann eg ikki lættliga skúgva til viks, men í fløguni viðgeri eg tað, ið er hent. Hon eitur Funeral , tí at eg ikki peiki fingur eftir nøkrum, ei heldur dømi eg nakran. Friðarliga og virðiliga leggi eg lok á fortíðina, leggi blomstur á gamla grøv, og fari víðari. Fløgan vígd ungum LGBT arum Funeral er vígd ungum LGBT arum, og er ætlað at geva vón og áræði til tey, ið kenna somu trupuleikar, ið samkynd gjørdu fyri mongum árum síðani. Dapurt evnið við humoristiskari viðgerð Hóast evnið er sera tungt og dapurt, so eru sanginir meira kátir. Humor er umráðandi, tá man viðger slíkt, fyri ikki at gerast ov hugtungur. Natúrlig fløga Øll fløgan er innspæld við ordiligum instrumentum. Sungið verður uttan autotune, og songkvinnunar úr Kata syngja kór til nakrar sangir. Ongar elektroniskt programmeraðar effektir beinleiðis úr teldum eru nýttar, so sum annars verður er sera vanligt í dag. Ljóðið er tískil sera organiskt. Leitar aftur til røturnar Síðani eg var smádrongur, havi eg hugt eftir gomlum, glamurøsum Hollywood filmum og lurtað eftir jazz og fólkatónleiki úr 1920 1950 unum. Íblástur til fløguna er serliga harfrá, og eg vildi gera fløguna, eins og man gjørdi fyrr. Brúka tey ljóðførini, sum man fekk hendur á. Broytist myndin, um man skiftur rammuna Change the Frame snýr seg um, hvussu dreymakend ein løta kann tykjast, tá vit møta onkrum heilt serligum eitt vakurt stað í summar og sól, og um óttan at ikki uppliva løtuna eins vakra, taka vit sama viðkomandi til køldu og gráu Føroyar. Altso hevði myndin verið tann sama við øðrvísi rammu Sjónbandið er í tráð við sangin. Tað er um alt, sum broytist rundan um meg, meðan eg standi í stað, óbroyttur. Hollywood framleiðslur eins og tann hjá týska filmsstjóranum Wim Wenders, sum fyrr í vikuni var í Føroyum og filmaði, kunnu vera við til at lyfta støðið á føroyskum filmi. Tað sigur Rúna Ingunardóttir. Hon heldur, at skulu Føroyar hava okkurt at bjóða útlendsku filmsvinnuni, er tað umráðandi, at íløgur verða gjørdar í at menna førleikarnar hjá filmsfólkunum her á landi. Rúna Ingunardóttir sigur, at altjóða filmsframleiðslur hava hjálpt við at lyfta støðið í grannalondum okkara. Kommunur og almennir grunnar eru, sum er, kundar hjá privatu peningastovnunum, so Landsbankin kann við síni serstøðu helst veita lán fyri lægri rentu, enn bankarnir kunnu. Í viðmerkingunum til lógaruppskotið um at endurreisa av Landsbankan, skrivar Fíggjarmálaráðið eisini, at uppskotið kann ávirka virksemið hjá privatu bankunum, um bankarnir missa kommunur og grunnar sum kundar. Felagið Peningastovnar sigur, at tað er kappingaravlagandi, at ein landsbanki, sum sleppur undan avgjøldum og skatti, sum ikki er fevndur av lógini um fíggjarligt virksemi, sum ikki er undir eftirliti av Fíggjareftirlitinum, sum heldur einki krav hevur um avkast, men sum hinvegin hevur landskassan at veðhalda fyri seg, skal fara í kapping við privatu peningastovnarnar. Árni Ellefsen, stjóri í Felagnum Peningastovnar sigur, at tað kann ikki vera rætt, at ein almennur stovnur, sum skal hava eftirlit við fíggjarkervinum, eisini skal vera virkin í kappingini um at veita fígging . Felagið leggur afturat, at landsbankin, samstundis sum hann verður kappingarneyti, hevur rætt til at útvega sær upplýsingar frá privatu peningastovnunum við heimild til revsing, um hesar ikki verða latnar. Við uppskotinum er tað sostatt greitt, at ein almennur stovnur skal kappast við peningastovnarnar á einum ójøvnum grundarlagi, skrivar Árni Ellefsen í hoyringarskrivinum. Stórur vandi er fyri, at kappingin millum alment og privat kann vera skeiklað, tá landið í veruleikanum nýtir sínar ognir og peningastreym sum trygd fyri at fáa eina betri rentu til eina kommunu ella ein grunn, sigur Arbeiðsgevarafelagið og leggur afturat, at um rentan varð ásett út frá eini kredittmeting av einari ávísari kommunu ella grunni, átti rentan kanska í veruleikanum at verið hægri. Pensjónsnýskipanin leggur upp til, at føroyingar í størri mun skulu spara upp til sína egnu pensjón og tað er gott fyri búskparliga haldførið, er niðurstøðan hjá Moody s. Tað gevur tí almenna betur tamarhald á framtíðar úgjaldingarskyldum til pensiónistar. Haraftrat eru útlit til, at pensiónsaldurin hækkar, um tað er mett at vera neyðugt. Føroyar varðveita ratingina Aa3 í ratingini hjá Moddy s. Tað er fjórðhægsta rating av 21 møguligum. Ratingin er ein meting av førleikunum hjá landinum at gjalda eitt lán aftur. Útflutningurin til ES er minkaður støðugt síðani 2010 og í 2014 var útflutingurin til lond uttanfyri ES á fyrsta sinni líka stórur sum til ES lond. Hetta spjaðir váðan í føroyska búskapinum og minkar um vandan fyri eitt nú handilsboykottum. Tí styrkir gongdin haldførið í føroyska búskapinum stendir í greiningini hjá Moody s av føroyska búskapinum. Tað eru serliga broytingarnar á skúlaøkinum, har pengar ikki fylgja við, ið tyngja lærararnir. Umframt størri játtan til fólkaskúlan, hevði tað eisini bøtt um støðuna, um tað bleiv lurtað meiri eftir lærarunum, sum arbeiða í fólkaskúlunum, sigur Andrea á Rípuni. Kanningarnar vísa ikki nakran samanhang millum aling av laksi í firðunum og dálkingina, tað skulu meira umfatandi kanningar til, um man skal staðfesta hvar dálkingin kemur frá, sigur Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni. Umhvørvisstovan er eisini farin undir kanningar av lívfrøðiliga umhvørvinum í Árnafirði, millum annað tí hummarafiskimenn fáa deyðan hummara í rúsurnar. Heldur ikki kanningarnar hjá Umhvørvisstovuni kunnu siga um nakar samanhangur er millum dálkingina á firðinum og alingina av laksi í Árnafirði. Kjarnin í politisku ideologiini er ultranationalistiskur. Tað ræður í høvuðsheitum um at hava eina etniska mentanarliga tjóð, sum setur týðilig krøv til inklusjón og eksklusjón. Flokkarnir vilja taka broddin av evropeiska samstarvinum. Samstarvið, sum eftir teirra tykki er ein ríkmannaklubbur, har tann ódemokratiska politiska elitan ræður fyri borgum uttan atlit at teimum ørkymlaðu verkafólkunum, sum kenna sviðan av politikkinum, sum verður førdur við skrivstovuborðini í Brússel. Flokkarnir siga tað sama. Markið skal latast aftur og sonevnda politiska elitan skal temjast. Nú er nóg mikið við politisku korrektheitini. Flokkarnir finnast í øllum heraðshornum. UKIP í Bretlandi. Frælsisflokkurin í Hollandi. Svøríkisdemokratarnir. Og Front National í Fraklandi. Við stúran varnist eg, at illviljin móti tí fremmanda tekur seg upp aftur. At populistar vinna sær undirtøku við at øsa veljaraskaran upp og býta einstøku samfeløgini upp í vit og tit , hevur formaðurin í Evropatinginum, Martin Schulz, sagt. Henda sendingin tekur samanum onkrar av hesum politisku flokkunum í Vesturheiminum. Vit rópa teir víðgongdar høgraflokkar. Vit spyrja, hví hesir flokkarnir taka seg fram, og hvørja ávirkan tað hevur á evropeiska projektið. Luttakarar Sjúrður Skaale, stjórnmálafrøðingur og fólkatingsmaður, og Sólvit Nolsøe, stjórnmálafrøðingur og valevni hjá Fólkaflokkin á løgtingsvalinum í fjør. Hallur av Rana, stjórnmálafrøðingur, Regin Winther Poulsen, søgulesandi og blaðmaður, Jóan Pauli Dahl Jakobsen, bachelor í friðar og konfliktstudium, og Hanna Jensen, franskur konsul í Føroyum og løgtingskvinna. Í morgin verður fundur við feløgini Línuskip, Trolskip, Trolbátar, Meginfelag Útróðrarmanna, Osmund Justinussen, Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið. Sambært uppskotinum verða fiskidagarnir í fyrstu atløgu skerdir 30 prosent, men 15 prosent av døgunum verða latin útaftur til skip, sum hava brúkt sínar fiskidagar. At Danmark seldi Vesturindisku oyggjarnar til USA fyri 100 árum síðani, fekk eisini avgerandi týdning lagnu Grønlands, vísa skjøl í danska ríkisskjalasavninum. Samstundis tryggjaði Danmark sær, at amerikanarar tóku undir við, at Danmark fekk valdið á Grønlandi, skrivar sjónvarpsstøðin TV2. Um hetta mundið stríddust Danmark og Noreg um rættin til partar av Grønlandi. Norðmenn settu búgv á eysturstrondini, og danir vóru vestanfyri. Tá Vesturindisku oyggjarnar vórðu seldar, fingu danir amerikanarar at skriva undir eitt skjal, sum sigur, at USA skuldi styðja Danmark í øllum málum, sum viðvíktu Grønlandi. Løgfrøðiliga er Grønland á donskum hondum. Tað var eisini atvoldin til, at USA noyddist at spyrja Danmark um loyvi at byggja støðina í Thule, sigur hann. Danmark og grønlendska landsráðið stevndu seinni Noreg fyri altjóða dómstólin í Haag, og Danmark vann sakarmálið í 1933, serliga tí amerikanarar styðjaðu Danmark, sigur Erik Gøbel. Tað bant USA seg til í skjalinum um Vesturindisku oyggjarnar 4. august í 1916. Tí er Grønland partur av ríkisfelagsskapinum, sigur granskarin á danska ríkisskjalasavninum við TV2. Soleiðis nýtist tað tó ikki at vera, tí vit hava neyðugu førleikarnar at gera tilfar á føroyskum, sigur Tórður Johannesarson, sum dagliga undirvísir í føroyskum á Glasi. Hann gjørdi eina kanning í 2013, sum vísti, at bara 20 prosent av frálærutilfarinum í Miðnámsskúlunum var á føroyskum. Tann støðan er óbroytt. Uppskotið um at selja smápartafelagnum Fakfelag part av Lív Holding fær góða undirtøku í tinginum, men tingfólk í andstøðuni seta spurnartekin við, um tað er rætt, at peningurin, sum landið væntar at fáa av søluni, verður settur í Búskapargrunnin. Sambært avtaluni við Uttanríkis og vinnumálaráðið keypir smápartafelagið Fakfelag í fyrstu atløgu ein triðing av partapeninginum í Lív Holding fyri góðar 23 milliónir krónur Tá málið fekk fyrstu viðgerð í tinginum fríggjadagin, ávaraði Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, ímóti at savna pening í fleiri almennar kassar. Eyrur og evja rann í rennuna, sum gongur fram við vegnum, og hon varð skjótt tipt. Landsverk ruddaði upp í tríggjar lastbilar, og rennan er nú opin aftur. Um 11 tíðina fyrrapartin rullaði ein steinur oman á vegin sunnan fyri Tjørnuvík. Hann var umleið eitt hálvt tons til støddar, og varð ruddaður burtur. Mads Andrias Hansen, sum hevur vakttelefonina hjá Landsverki, sigur, at tað kann vera vandi fyri skriðulopi eisini aðrastaðni í landinum, nú blot er komið í, eftir at tað hevur verið so turt alt summar. Føroyanevndin hjá fólkatinginum kemur til Føroya á vitjan frá 14. til 18. august, men tað vera ikki so nógv í ferðalagnum hesaferð, tí júst teir dagarnar, nevndin er í Føroyum, hevur fólkatingið fund, millum annað um danska lutin í einum altjóða tiltaki í Libya, har kemisk vápn skulu beinast burtur. Níggju nevndarlimir hava teknað seg til ferðina, og tá eru báðir føroysku fólkatingsmenninir taldir við. Við embætisfólkum verða 14 fólk í ferðalagnum. Í Sandoynni vitjar nevndin millum annað Grótvirkið í Skopun og Listasavnið á Sandi, og nevndin verður kunnað ætlaða Sandoyartunnilin. Í Havn fer Føroyanevndin millum annað at síggja vindmyllulundina hjá SEV í Húsahaga, og fundir verða við Aksel V. Johannesen, løgmann, og uttanlandsnevndina hjá løgtinginum. Nevndin fer at hitta umboð fyri LGBT felagsskapin, og vitjað verður á Landssjúkrahúsinum, har millum annað verður kunnað um Fargen verkætlanina. Fólkatingsmenninir Sjúrður Skaale og Magni Arge hava avtalað at býta formanssessin í Føroyanevndini ímillum sín í valskeiðnum. Tað merkir, at Magni Arge verður formaður um eitt ár ella so. Tórður Johannesarson, lærari á Glasi, segði í útvarpstíðindunum fyrr í dag, at tað gongur ov seint at fáa frálærutilfar á føroyskum í miðnámsskúlarnar, hóast førleikarr eru at gera slíkt tilfar. Hanna Jensen var sjálv studentaskúlalærari til 2015, og hon tekur undir við sjónarmiðnum um, at føroyskt tilfar kann gagna miðnámsskúlanæmingum. Hósdagurin og fríggjadagurin riggaðu væl, meðan Leygardagurin riggaði minni væl. Hetta er millum annað nakrar av niðurstøðunum Uni Leitisstein Hansen hevði í ummælinum av ársins Summar Festivali. Nú er summarfrítíðin skjótt liðug fyri nógvar av fólkaskúlalærarunum í landinum, sum aftur setast við lærarapultin. Sostatt byrjar gerandisdagurin aftur, men fyri fleiri av teimum er tað ein gerandisdagur merktur av tíðarmangul og strongd. Tað siga í øllum førum royndirnar hjá Andreu á Rípuni, lærara á skúlanum á Giljanesi og skrivara hjá Føroya Lærarafelag. Unga Samband skilir ikki, at Tjóðveldi, sum heldur blokkstuðulin vera av tí ónda, hevur einki ímóti at fáa 150.000 krónur um árið í blokkstuðuli til sítt floksvirksemi á Fólkatingi. Umboð fyri Unga Samband og Unga Tjóðveldi kjakast um møguliga dupultmoralin. Finnur Hansson er nýggjur venjari hjá Team Klaksvík. Hann hevur eina avbjóðing Hann og liðið vantar ein málmann. Hann skrivaði tí eina starvslýsing á íslendskum og legði hana á Facebook. Tað er nú meir enn eitt hálvt ár síðan, at TAKS tók málið upp, hvørt Eik hevði rætt til at draga eina hálva milliard krónur frá í skatti fyri tap, sum vóru staðfest í sambandi við yvirtøkuna av gamla Eik. Upprunaliga gav TAKS bankanum loyvi til frádráttin, men málið varð tikið upp til nýggja viðgerð í ár, tá tað millum annað kom fram, at grannskoðararnir hjá bankanum, KPMG og Spekt, IKKI hildu bankan hava rætt til frádráttin. Hjá TAKS siga tey við Kringvarpið í dag, at tey nú halda seg vera liðug við at heinta tilfar inn í málinum og endalig avgerð verður tikin í næstum, siga tey á TAKS. Eik hevur kært Miðlahúsið til Fjølmiðlanevndina fyri umrøðuna av málinum. Eisini hevur bankin sent eina kæru til Kringvarpið, har kært verður um sendingina skattamálið , sum var send í vár. SU, Nem id og CPR nummar. Hesi trý og nógv onnur viðurskifti skulu avgreiðast, tá føroyingar fara uttanlands at lesa. Í kvøld kanst tú fáa góð ráð um slík viðurskifti. Hjálp, eg skal uttanlands at les eitur tiltakið, sum Ó skipar fyri kl. 19 í Banknordik í Havn í kvøld. Umframt at geva góð praktisk ráð, so fara lesandi, ið longu búgva ymsastaðni uttanlands, at greiða frá sínum royndum. Hanus Samró frá Ó, Fríða Vestergaard, læknalesandi í Aalborg og Helena Wardum Dalsgarð, tannlæknalesandi í Keypmannahavn. Flóttafólk, sum leita sær vegin til Evropa, tí tey ikki kunnu verða búgvandi í sínum heimlandi, hevur verið størsta og heitasta evni í langa tíð í Vesturheiminum. Nógv rópa tað eina humanitera kreppu. Men nú tykist orðaskiftið um flóttafólk at vera tagnað. Humanitera kreppan er tó ikki av. Regin Berg, samfelagsfrøðingur greiðir frá. Flóttafólkini eru ikki longur tøl og anonym fólk. Tey eru okkara vinfólk, fólk vit hava deilt mat við og flent saman við. Tað siga Barbara og Jón Kæmint, sum hava hjálpt til á eini flóttafólkalegu í Fraklandi. Ein tungvektari í kommunalpolitikki takkar nú fyri seg. Elin Lindenskov byrjaði mitt í kreppuni í 1992 yrkisleiðina í býráðnum fyri at fáa barnaansing í Havn og við einum lítlum dreymi í búkinum um at gerast borgarstjóri. Hon viðgongur, at síðstu fýra árini hava verið nakað buldralig. Enn er stórur tørvur á broytingum kanska serliga á javnstøðu økinum. Hon eftirlýsir eisini bygnaðarligar broytingar í býráðnum. Elin Lindenskov fekk í 2000 flestar atkvøður í Javnaðarflokkinum, meðan seinnu árini er minkað eitt sindur. Kortini følir hon seg ikki hava staðið í skugganum av Heðini Mortensen eisini hóast tey ikki altíd hava verid samd. Tóri Højgaard, er løgfrøðingur og fylgir væl við í amerikanskum politikki. Hann metir ikki, at Trump hevur møguleika fyri at venda negativu gongdini har hann missir undirtøku dag um dag, uttan so, at onkur avdúking gevur Clinton stórar trupulleikar. Tjóðarsavnið í Danmark hevur júst almannakunngjørt 1600 gamlar søguligar føroyskar myndir. Tær eru lætt atkomiligar og við tveimum leitiorðum kanst tú finna fram til millum annað neytakonur í 19. øld. Men so lætt er tað ikki, um tú leitar í føroysku søvnunum. Føroysku oljufeløgini hava fleiri ferðir víst á, at úrslitið av kanningini hjá Kappingareftirlitinum er ikki eftirfarandi millum annað, tí Føroyar eru í eini serstøðu mitt úti í Atlantshavi. Men Kappingareftirlitið vísir atfinningunum frá sær, og sigur seg hava tikið øll neyðug atlit til tess at røkka einum eftirfarandi úrsliti, sum er, at olja og brennievni eru umleið eina krónu ov dýr fyri hvønn litur. Hetta er sjeyndu ferð, at blaðið og ítróttafelagið Bragdið skipa fyri árligu kvinnurenningini. Áleið 1200 kvinnur hava longu teknað seg til. Vit vænta at áðrenn sunnudagin, tá freistin at tekna seg til er úti, at enn fleiri kvinnur leggjast aftrat, sigur Eydna Skaale, blaðstjóri á Kvinnu. Danska skjalasavnið hevur almannakunngjørt túsundtals gamlar føroyskar myndir, harav tær elstu eru 118 ára gamlar. Myndirnar eru gull verdar, heldur Ole Wich, sum hevur stóran alsk til gamlar myndir. Hann heldur tað vera spell, at so nógvar gamlar myndir liggja óskrásettar á Skjalasavninum. Í august mánaða fáa borgarar í Havn møguleika at seta sín persónliga dám á miðbýin í Havn. Tá bjóðar verkætlanin Ein livandi mentanararvur nevniliga øllum borgarum at geva árabátum, boyum, seyðahornum, ullpløggum o.ø. eitt nýtt skap. Sissal Fosaa og Marita Svartá, býarplanleggjarar, hava tikið stig til átakið. 150 fólk, sum skuldu til Bergen og Mallorca sita á flogvøllinum í Vágum og bíða eftir at sleppa avstað í dag. Tá flogfarið skuldi fara til Mallorca klokkan 08 í morgun, vísti tað seg at olja lak úr motorinum. 31 ára gamli Chris Jacobsen, sum datt oman í fjøllunum omanfyri Norðagøtu tann 16. juli í ár, fekk eina seinastu ferð, áðrenn hann varð flogin heim til New Zealands. Ungi New Zealendingurin hevði ein dreym um at sleppa til París, og ætlanin var eisini, at leiðin skuldi ganga til franska høvuðsstaðin, eftir at Chris hevði verið í Føroyum og vitja familjuna. Bróður Chris Jacobsen, Tim, og kona hansara, Deva, komu til Føroya eftir líkinum, og tey gjørdu av at fara til Fraklands við honum á veg heimaftur til New Zealands. Tað, hann ynskti sær mest her í verðini næst eftir at vera saman við familjuni var, at sleppa til Fraklands, sigur svigarinnan, Deva, við Stuff . Ætlanin var, at hann skuldi arbeiða á einum skíð staði í Fraklandi. Hann hevði lært seg franskt, og hann hevði vinir, sum bíðaðu honum har, sigur hon. So ístaðin fyri at flúgva heim til New Zealands við líkinum hjá Chris, valdu Tim og Deva at kremera líkið í Danmark og síðani fara til París við øskuni. Vit hildu, at hansara ferð var avbrotin í ótíð, og at hann skuldi sleppa til Fraklands. Vit vitjaðu bæði Eifil tornið og Notre Dame , greiðir svigarinnan hjá Chris, Deva, frá. Nakað av øskuni hjá Chris varð stroydd í eina stórá í París, og nakað har, hann skuldi havt verið saman við vinum sínum í Fraklandi. Vit vildu fullfuggja hesa ferðina, sum var so týdningarmikil fyri hann, tí nú sleppur hann ongantíð at vitja hesi støðini, sigur svigarinnan og leggur aftrat, at hann elskaði at klatra, sigla, svimja og vera úti í náttúruni. Súsanna Olsen, forkvinna í Sinnisbata, heldur, at stórur tørvur er á hjálp ella einum time out til børn og systkin at sálarliga sjúkum. Børn og systkin at sálarliga sjúkum stríðast ofta við eitt nú skuldarkenslur, skomm, ótryggleika og ótta fyri eisini at gerast sálarlig sjúk. Tað sigur Súsanna Olsen. Laura Apol, næstforkvinna í Sinnisbata, er sjálv vaksin upp við eini sálarliga sjúkari mammu. Hon kennir hesar kenslurnar frá barndóminum. Tað ávirkar alla familjuna, tá ið ein persónur er sálarliga sjúkur, sigur Laura. Fyri hana hevði tað stóran týdning at ganga í sjálvhjálparbólki. Er tað meira millum himmal og jørð, enn vit gera okkum far um Hava vit ein sætta sans Tað vil í øllum førum Janus í Dali, clairvoyantur, vera við. Bárður Dam í Baianstovur er sonur Magnus Dam Jacobsen, sum skrivaði bókina, Í Grønlandi við Kongshavn. Abbin, Jens, yrkti Dýrd á vík og vág og Vaknaður vársins songur, og sum langabbin, Magnus, fór Bárður byggivegin. Hann er útbúgvin arkitektur. Samrøðan er eisini um kenslur, mótburð og gleði, og vit hoyra um Tórshavnar Manskór, rokktónleik og um lyndið hjá Bárði. Hann eigur verdóttur úr Ekvador. Millum teirra, sum eru boðsend á fund í nevndini, eru ríkisumboðið, arbeiðsgevarafelagið, Kommunufelagið, Búskaparráðið og felagið Føroyskir peningastovnar. Uppskotið um at endurstovna Landsbanka Føroya og stovna Føroya váðaráð má broytast, tí tað samsvarar ikki við myndugleikabýtið millum Føroyar og Danmark. Danska ráðið mælir til at broyta uppskotið soleiðis, at Føroya váðaráð bara fær heimildir viðvíkjandi trygging, pensjónum og realkreditti, tí hetta eru málsøki, sum eru yvirtikin og føroyingar tí ráða yvir. Peningastovnarnir siga, at tað er kappingaravlagandi, at ein landsbanki, sum sleppur undan avgjøldum og skatti, sum ikki er fevndur av lógini um fíggjarligt virksemi, sum ikki er undir eftirliti av Fíggjareftirlitinum, sum heldur einki krav hevur um avkast, men sum hinvegin hevur landskassan at veðhalda fyri seg, skal fara í kapping við privatu peningastovnarnar. Stórur vandi er fyri, at kappingin millum alment og privat kann vera skeiklað, tá landið í veruleikanum nýtir sínar ognir og peningastreym sum trygd fyri at fáa eina betri rentu til eina kommunu ella ein grunn, sigur Arbeiðsgevarafelagið. Anfinn V. Hansen, advokatur, sum er formaður í Gjaldstovuráðnum og formaður í stýrinum fyri Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin, hevur eisini fingið fundarboð frá fíggjarnevndini í dag. Tá landsbankin er endurstovnaður, ætlar landsstýrið, at stjórin í landsbankanum skal vera formaður í stýrinum fyri Samhaldsfasta, sum skipanin var, áðrenn landsbankin varð tikin av í 2013. Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Randi Vestergaard Evaldsen, segði á tíðindafundi í Nuuk í gjár, at hóast peningur verður til avlops, skal almenna nýtslan ikki vaksa. Tó hevur landsstýrið sett 40 milliónir krónur av, sum skulu nýtast at samráðast við hinar flokkarnar í landstinginum átøk, ið kunnu skapa vøkstur í samfelagnum, sigur Randi Vestergaard Evaldsen. Høvuðsorsøkin til, at landsstýrið væntar avlop á fíggjarlógini næsta er, at prísurin á rækjum og svartkalva er hækkaður á heimsmarknaðinum. Uppstillingarfundir verða seinni í august og fyrst í september, veit íslendska kringvarpið at siga eftir at hava tosað við allar sjey flokkar, sum ætla at stilla upp. Hóast formaðurin í Framsóknarflokkinum og onnur tingfólk og ráðharrar í stjórnarflokkunum, hin er Sjálvstæðisflokkurin, ikki vilja hava val fyrr enn valskeiðið er runnið síðst í apríl 2017, fara teir báðir flokkarnir eisini at stilla upp í næstum. Stríðið er um grein 17 í lógini um vinnuligan fiskiskap. Talan er um tulking. Lógargreinin nevnir bara kvotur. Men hon kann brúkast um fiskidagar, sigur Meginfelagið. Meginfelagið vil hava, at útróðrarbátar sleppa fram at fiski, sum eingin hevur fingið fiskidagar til at fiska, ella er tøkur, tí fiskiloyvi eru latin innaftur. Lógin loyvir tí, sigur MÚ. Gamaní nevnir grein 17 kvotur, ikki fiskidagar, men orðið varð av gáloysni ikki broytt, tá lógin um vinnuligan fiskiskap kom í 1996, siga útróðrarmenn. Fiskimálaráðið sigur, at grein 17 umfatar ikki fiskidagar, men part av heildarkvotu, sum antin ikki er latin sum eginkvota, ella er latin Fiskimálaráðnum aftur. Løgtingsins umboðsmaður hevur biðið Fiskimálaráðið um eina frágreiðing um, hvussu ráðið hevur viðgjørt málið, og biðið er eisini um øll skjøl í málinum. Felagið sigur millum annað, at Fiskimálaráðið hevur ongar veruligar grundgevingar og ongar tilvísingar til fakliga, løgfrøðiliga viðgerð. Avgerðin hjá Fiskimálaráðnum byggir á ávísa ógrundaða fatan hjá einum tilvildarligum fólki í Fiskimálaráðnum, sigur Meginfelagið í kæruni til Løgtingsins umboðsmann. Tað hevur landsstýriskvinnan í heilsu og innlendismálum sagt ferð eftir ferð, tá hon hevur verið spurd, hví hon ikki fylgdi tilmælinum hjá síni egnu býarskipanarnevnd, og gav Tórshavnar kommunu loyvi til fara undir at útbyggja havnarlagið eystanfyri. Tí tað var ikki Sirið Stenberg, sum skrivaði undir, tá avgerðin varð Tórshavnar kommunu. Ein fulltrúi í Heilsu og innlendismálaráðnum skrivaði undir. Ólavur J. Hansen viðgjørdi málið, skipaði fyri hoyringarumførum og gjørdi eina niðurstøðu. Men landsstýriskvinnan varð kunnað, sigur hann við útvarpið. Sambært stjórnarsamskiparanum í Heilsu og innlendismálaráðnum, er tað ymiskt, hvussu mentanin er í ráðunum, men í Heilsu og innlendismálaráðnum hevur tað verið vanlig mannagongd, at landsstýriskvinnan og aðalstjórin skriva undir tílík mál. Men sambært Ólavi J. Hansen stendur hansara undirskrift á viðgerðini av umsóknini hjá Tórshavnar kommunu, tí tað er hann, sum hevur viðgjørt málið. Men Ólavur J. Hansen dugir ikki at svara, um landsstýriskvinnan visti av, at avgerðin varð send Tórshavnar býráð, og harvið varð almenn. Eg veit ikki um hon hevur sæð tað tað má hon svara, men eg havi kunnað hana í teldubrævi, sigur fulltrúin í Heilsu og innlendismálaráðnum, Sirið Stenberg vildi í gjár ikki svara, um hon visti, at avgerðin varð undirskrivað og send avstað. Hon segði seg ikki kunnað svarað hesum spurninginum fyrr enn í dag. Og tú veitst, at eg havi altíð elskað teg fyri tín vakurleika og tín vísdóm men mær nýtist ikki at siga meiri um tað, tí tað veitst tú alt um. Ein miðil fyri og annar eftir hevur skrivað um hesa kærleikssøguna, sum ongantíð rustaði millum kanadiska skaldið og norsku gentuna. Barbara Andreasen, fyriskipari, greiðir frá ovastevnukabarettini, sum verður um vikuskiftið. Kabarettin hoyrir til ovastevnuna, og hevur verið við á ovastevnu síðan byrjan. Í ár skal ikki vera eitt undantak, sigur Barbara. Samgongan kann rokna við atkvøðuni hjá Sonju Jógvansdóttur, uttanflokkatingkvinnu, tá atkvøtt verður um fiskidagarnar í næstu viku. Sambært uppskotinum hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, verða fiskidagarnir í fyrstu atløgu skerdir 30 prosent, men 15 prosent verða lutað útaftur til skip, sum hava brúkt sínar fiskidagar. Ingmar á Løgmansbø hevur saman við vinmanninum John Johannesen fingið stuðul frá Tórshavnar Kommunu at kanna og upplýsa um plastdálking í Føroyum. Ætlanin er at kveikja broytingar í atburðarmynstrum hjá borgarum og stimbra burðardygg átøk og nýbrot innan føroyskt vinnulív, umsiting og lóggávu, soleiðis at Føroyar verða ein fyrimynd og ikki ein eftirbátur á umhvørvisøkinum. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í innlendismálum, góðkendi ikki havnarútbyggingina í Havn, áðrenn hennara egna umsiting gav Tórshavnar kommunu endaliga loyvið. Tað kom púrasta óvart á meg, tá eg á landsstýrisfundi brádliga lesi á portalinum, at Tórshavnar kommuna hevði fingið loyvið, sigur Sirið Stenberg í dag um tað, sum hendi tann 30. juni Um føroyska váðaráðið, sum ætlanin er at stovna, mælir til at herða krøvini til peningastovnarnar í Føroyum um kapital, hvør myndugleiki skal so seta bankum og sparikassum hesi krøv Og fyrst í desember í 2014 samtykti eitt samt løgting, teirra millum Kristina Háfoss, at danska váðaráðið harumframt eisini virkar í Føroyum. Og landsstýrismaðurin í vinnumálum heitti á danskar myndugleikar um at lata danska váðaráðið ansa eftir tryggingarfeløgunum í Føroyum eisini, hóast trygging er yvirtikið málsøki. Viðkomandi er at spyrja, sigur Bill Justinussenm, um lítla landið Føroyar skal hava tvey váðaráð, eitt føroyskt og eitt danskt, samstundis sum nógv lond í Evropa ikki enn hava stovnað egið fíggjarligt váðaráð. Tað hevur eisini týdning at fáa greiðu á, um føroyskir myndugleikar kunnu áleggja føroyskum peningastovnum størri kapitalkrøv, sigur Bill Justinussen. Mánadagin fara 670 børn fyrstu ferð í skúla. Tað eru 15 færri enn í fjør, vísir ein uppgerð frá Mentamálaráðnum, sum Skúlablaðið hevur fingið. 356 dreingir og 314 gentur fara fyrstu ferð í skúla í ár. Skúlin á Fløtum í Havn tekur ímóti flestu næmingunum, sum byrja í fyrsta flokki, tilsamans 64. Í 14 skúlum kring landið eru færri enn 10 næmingar, sum fara í fyrsta flokk. Í tveimum skúlum er bara ein næmingur, sum byrjar í fyrsta flokki. Í skúlaárinum, sum byrjar mánadagin, eru tilsamans 6.780 næmingar í fólkaskúlanum. Harumframt ganga 141 næmingar ganga í frískúla og 193 í forskúla. Síðani Mentamálaráðið gjørdi uppgerðina, er Lítliskúli í Havn komin aftrat. Har ganga tilsamans 31 næmingar, 15 í forskúlanum og 16 í innskúlingini. 20. umfar í Effodeildini kann gerast avgerandi fyri fleiri av liðunum, bæði í botni og toppi Allan Mørkøre, viðmerkjari hjá Kringvarpinum, heldur, at flestu eygu verða helst vend móti Gundadali, har klassikarin millum HB og KÍ er á skránni. Eisini er stórur spenningur í botnuppgerðini við Stórá, har TB og AB bresta saman. Allan Mørkøre væntar ein spennandi og javnan dyst. TB kann møguliga tryggja sær enn eitt ár í Effo deildini, um teir megna at basa argjamonnum. 21 ára gamla Anna Malan Jógvansdóttir fer at menna seg uppaftur meiri sum rithøvundur. Eftir summarfrítíðina byrjar hon á rithøvundaskúla í Danmark Hon bleiv kend fyri sín leiklut sum Frenchy í sangleikinum Grease, hon hevur sýnt fram á várframsýningini í Listaskálanum, og haraftrat hevur hon givið yrkingasavni ð, Undirfloyma út. Unga nólsoyarkvinnan hevur longu í stóran mun gjørt seg galdandi á listarliga økinum, men fer nú at menna seg víðari. Beint nú er rokan í fjøruni í Nólsoy. Vit fyrireika ovastevnuna, sum verður um vikuskiftið. So eg hugsavni meg fyrst og fremst um tað, áðrenn tankarnir leita til fyrirekingarnar, nú eg fari at flyta til Danmarkar, har eg fari á rithøvundaskúla. Umframt Onnu Maluna fer ein annan føroyingur á rithøvundaskúla í ár. George Bullard og Olly Hicks eru ævintýramenn. Teir hava ferðast víða um heimin og verið á nørkum av teimum vandamestu støðunum í heiminum. George hevur millum annað ferðast í Arktis. Hann hevur heimsmet í at ferðast longst í Arktis uttan nakað slag av hjálp, so sum satelitttelefon og líknandi. George sigur, at fyribils hevur ferð teirra verið heilt fantastisk, og at teir hava upplivað alt møguligt. Hann fortelur, at ein ísbjørn fylgdi aftaná teimum, tá teir silgdu úr Grønlandi. Eisini hava teir sæð nógvar hvalir, til dømis bóghvítuhval.Fyri tað mesta er friður meðan teir rógva. George sigur, at teir tosað 10 av ferðini, hini 90 av ferðini er friður at njóta umhvørvið. Kristvør Kolden, ið skipar fyri kassabilakappkoyringini, greiðir frá hugnaliga familjutiltakinum í Skopun leygardagin, 13. august. Í gjár eru júst 30 ár síðani, at Ove Joensen kysti havfrúnna á Langelinje í Keypmannahavn, eftir at hava róð 42 samdøgur úr Føroyum til Danmarkar. Suni Merkisstein og Øssur Winthereig, journalistar, minnast bragdið. 11. august 1986 kom Ove Joensen á land á Longulinju í Keypmannahavn eftir drúgva og harðføra túrin úr Føroyum til Danmarkar í lítlum árabáti. Ikki færri enn 25.000 fólk bíðaðu framvið Longulinju at síggja føroyska sjógarpin stíga í land og kyssa havfrúnna. Danski borgarstjórin tók ímóti og segði, at eingin einstaklingur hevði fingið slíka móttøku í Keypmannahavn á ævini. Í sendingini verður lisið úr dagbókini, sum Ove førdi á túrinum. Kringvarpið hevur í gerð sjónvarpssending um Ova Joensen, sum ætlandi verður víst í heyst. Ítrótturin hevur fylt sera nógv í lívinum hjá Egga Jensen. Bæði tá tað ræður um arbeiði og um frítíð. Á Læraraskúlanum hevur hann undirvíst flestu teirra, ið eru lærarar í dag, umframt at hann hevur verið formaður í ÍSB, síðan felagskapurin varð settur á stovn, so nógv er at siga farvæl við, tá mann verður pensjóneraður. Men lívið sum pensjónistur er tó ikki nakað, sum ræðir hann. Tað gongur striltið at fáa semju um uppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, at skerja fiskidagarnar 30 prosent, og síðan luta 15 prosent útaftur til teirra, sum brúka sínar fiskidagar. Formaðurin í vinnunevndin hevur roynt at fáa í lag eina breiða semju um uppskotið, men tað ber eftir øllum at døma ikki á mál, tí andstøðan mælir frá at skerja fiskidagarnar. Tað vísir seg eisini at vera trupult at finna undirtøku í samgonguni fyri uppskotinum hjá landsstýrinum, tí Javnaðarflokkurin hellir meira til andstøðuuppskotið um ikki at skerja dagarnar, men Tjóðveldi tekur undir við uppskotinum hjá landsstýrismanninum. Løgtingið bíðar framvegis eftir álitinum frá vinnunevndini. Tingfundurin varð niðurlagdur um hálvgum tvey tíðina, og løgtingsformaðurin boðaði frá, at hann verður tikin uppaftur klokkan 16. Ann Dam Árnastein harmast um, at Gásadalsbúgvar í alt ov stóran mun skulu tillaga seg øll tey mongu ferðafólkini, sum koma til bygdina. Tað átti heldur at verið øvugt ferðafólkini áttu í staðin laga seg til føroyingar. Og okkurt má gerast, heldur hon. Kunningarstovurnar mugu skipa ferðafólkastreymin betur og tillaga ferðavinnuna eftir føoyska samfelagnum. Landsstýriskvinnan í innlendismálum gjørdi ikki vart við seg, tá ið hon á einum tíðindaportali varnaðist, at eitt av hennara embætisfólkum hevði givið grønt ljós fyri havnaútbyggingini uttan hennara samtykki tann 30. juni. Sirið Stenberg bíðaði heldur í nakrar dagar, men tá vendist ikki aftur, fekk hon at vita frá embætisfólkunum í aðalráðnum. Hesi løgfrøðiligu ráðini frá umsitingini eru púra bein, sigur Jógvan Páll Lassen, advokatur. Landsstýriskvinnan segði við útvarpið í gjár, at hon kundi hugsað sær at kanna málið gjøllari, áðrenn hon gav Tórshavnar kommunu loyvi at byggja út. Vinnunevndin lat í gjárskvøldið tinginum sítt álit um fiskidagarnar, og stór ósemja er millum samgonguna og andstøðuna um, hvussu nógvir fiskidagar skulu verða. Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum hevur skotið upp, at fiskidagarnir skula skerjast við 30 prosentum harav 15 prosent verða lutað útaftur til skip, sum hava brúkt sínar dagar. Samgonguumboðini í Vinnunevndini tað er Ingolf Olsen og Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi og Bjarni Hammer úr Javnaðarflokkinum taka undir við hesum við nøkrum smávegis tillagingum. Fólkaflokksumboðini í Vinnunevndini, Jørgen Niclasen og Jákup Mikkelsen, liggja langt frá hesum sjónarmiðinum. Fólkaflokkurin heldur ikki, at nøkur grund er til at skerja fiskidagatalið og mælir til sama dagatal sum í ár. Vinnunevndin lat í gjárskvøldið tinginum sítt álit um fiskidagarnar, og stór ósemja er millum samgonguna og andstøðuna um, hvussu nógvir fiskidagar skulu verða. Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum hevur skotið upp, at fiskidagarnir skula skerjast við 30 prosentum harav 15 prosent verða lutað útaftur til skip, sum hava brúkt sínar dagar. Samgonguumboðini í Vinnunevndini tað er Ingolf Olsen og Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi og Bjarni Hammer úr Javnaðarflokkinum taka undir við hesum við nøkrum smávegis tillagingum. Fólkaflokksumboðini í Vinnunevndini, Jørgen Niclasen og Jákup Mikkelsen, liggja langt frá hesum sjónarmiðinum. Fólkaflokkurin heldur ikki, at nøkur grund er til at skerja fiskidagatalið og mælir til sama dagatal sum í ár. Tað er ein partur av teimum 7 milliónunum, sum sjúkrakassagrunnurin hevur sett av til heilsugransking, sum skulu fíggja nýggja heilsudepilin. Í løtuni verður tað granskað nógv í heilsuni hjá føroyingum. Millum annað verður granskað í hjartasjúkum, infektiónssjúkum og heilasjúkum. Framyvir skulu hesar granskingar savnast á nýggja heilsudeplinum. Making a Murderer handlaði um, hvussu Brendan Dassey og pápabeiggi hansara Steven Avery vórðu dømdir fyri at hava dripið kvinnuna Teresa Halbach. Brendan Dassy, sum tá var einans 17 ára gamal, bleiv í 2007 dømdur til at sita fongslaður restina av lívinum fyri at dripið og kynsliga misnýtt Theresu Halback. Og nú hevur so rætturin í Wisconsin avgjørt, at Brendan Dassey skal latast leystur aftur. Rætturin heldur, at løgreglan gjørdi sær dælt av, at ungi maðurin hevði skerdar sinnisligar førleikar, og tí var hann kroystur at viðganga morðið. Í lýsingini av tiltakinum søgdu fyriskipararnir, at hóast útbyggingin varð samtykt 4. august, so ætla tey ikki at tiga. Tey eru ímóti, at bingjuhavn verður løgd so tætt miðbýnum, og tey stúra um gang, dálking og eisini, at útbyggingin verður ein vanlukka estetiskt. Útbyggingin ella rættari mannagongdin í sambandi við loyvið til útbyggingina kom í rættiligt ódnarveður hesa vikuna, tá landsstýriskvinnan í innlendismálum Sirið Stenberg segði seg, at málið ikki var liðugt viðgjørt, áðrenn loyvið av misgáum varð farið úr Innlendismálaráðnum til Tórshavnar kommununu. Men at døma út frá uppmøtingini til mótmælistiltakið við Skansan í dag, er ikki stór mótstøða millum manna móti útbyggingini. Umleið 150 luttóku á mótmælistiltakinum. Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, hevur sagt, at málið er at skriva undir byggisáttmálan við J og K Petersen longu mánadagin.Útbyggingin er mett at kosta 465 milliónir krónur. Stigið er tikið í kjalarvørrinum á gøluni um, at Tórshavnar kommuna av misgáum skal hava fingið loyvið frá aðalráðnum til stóru og umstríddu havnarútbyggingina. Sambært Sirið Stenberg hósdagin hevði hon viljað, at málið bleiv kannað betur, áðrenn ein møgulig góðkenning av útbyggingini av Tórshavnar Havn varð send til Tórshavnar kommunu. Tí var tað eitt mistak, tá góðkenningin av útbyggingini var send til Tórshavnar kommunu 30. juni 2016. Sambært løgmanni var ongin ivi um, at Sirið Stenberg ætlaði at fylgja tilmælinum frá sínari umsiting at geva Tórshavnar kommunu góðkenning at fara undir útbyggingina. Men hóast mistakið í Heilsu og Innlendismálaráðnum sambært løgmanni var so lítið, kemur tað eftir ætlan at døma at kosta Anni á Hædd, deildarleiðara, starvið. Ein 52 ára gamal maður læt lív, tá ein vatnskutari sigldi á land í Leirvík stutt fyri kl 18 í gjárkvøldið. Ein 13 ára gomul genta, sum eisini var á skutaranum, kom frá vanlukkuni við lívinum. Skipað var fyri fleiri tiltøkum á havnarlagnum í Leirvík í sambandi við Víkingadagar, og tí vóru nógv fólk hjástødd, tá vanlukkun hendi. Sambært løgregluna varð sjúkrabilur skjótur á staðnum og flutti bæði á Landssjúkrahúsið. Ein góðan tíma seinni beint eftir kl 19 varð staðfest, at 52 ára gamli maðurin hevði latið lív. Islamistiski felagsskapurin Boko Haram hevur í morgun kunngjørt eitt sjónband, sum eftir øllum at døma vísir fleiri av gentunum, sum felagsskapurin rændi fyri skjótt hálvum triðja ári síðan. Á sjónbandinum síggjast einar 50 gentur í sløri aftanfyri ein alvápnaðan Boko Haram stríðsmann, sum krevur, at stjórnin í Nigeria letur handtiknar Boko Haram stríðsmenn leysar. Sambært BBC, sum hevur sæð sjónbandið, noyðir stríðsmaðurin eisini eina gentu at heita á foreldrini um at sannføra stjórnina í Nigeria um at møta krøvunum um leyslating, so tær 219 rændu genturnar sleppa heimaftur. Boko Haram rændi 276 gentur á einum skúla í Nigeria á vári í 2014. Hildið verður, at av teimum 276 gentunum eru 219 gentur enn á lívi. Á sjónbandinum, sum varð kunngjørt í morgun, sæst minst ein genta halda einum smábarni. Ábendingar eru um, at nógvar av rændu gentunum eru neyðtiknar ella noyddar at giftast við Boko Haram stríðsmonnum. Boko Haram hevur valdið á økjum norðaliga í Nigeria, og stjórnin í fólkaríka landinum hevur millum annað við bumbuálopum roynt at berja niður víðgongda felagsskapin. Í sjónbandinum fær stjórnin tí skyldina fyri at hava dripið fleiri av rændu gentunum, tá stjórnardeildir hava søkt at Boko Haram málum. Ann Dam Árnastein harmast um, at gásadalsfólk í alt ov stóran mun skulu seg eftir øllum teimum mongu ferðafólkunum, sum koma til bygdina. Tað átti heldur at verið øvugt ferðafólkini áttu í staðin laga seg eftir føroyingum. Og okkurt má gerast, heldur hon. Kunningarstovurnar mugu skipa ferðafólkastreymin betur og laga ferðavinnuna eftir føoyska samfelagnum. Fyrsti skúladagur verður á ítróttarháskúlanum í Vági í morgin. Skúlin er tann fyrsti av sínum slagi í Føroyum, og Gudmundur Joensen, stjóri, sigur, at næmingarnir fáa eina fjølbroytta uppliving. Fólkaskúlin er niðurpíndur. So bersøgin er Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag, í oddagrein í Skúlablaðnum . Hann sipar til, at skúlastjórar um landið eru farnir at rópa varskó, tí talið og kravið á tímum økist alsamt, men tað ger játtanin til tímar ikki. Sum dømi nevnir Herálvur Jacobsen, at játtanin til seturskúlar er niðurpínd, at tímatalið í alisfrøði varð hækkað, men tað var játtanin ikki og at samsýningin, lærarar fáa fyri at asna næmingum í matarsteðginum varð skerd við tveimum triðingum. Haraftur kom eisini krav úr Mentamálaráðnum um at herða trygdina í svimjitímum, men eingin pengar at gjalda fyri uppraðfestingina fylgdu við. Eisini harmast Herálvur Jacobsen, at næmingar við serligum tørvi ikki fáa ta serundirvísing teimum tørvar. Sertímar verða, sambært formanninum í Lærarafelagnum, ofta umskrivaðir til stuðulstímar tí hesir eru nógv bíligari enn skipaðir serundirvísingartímar. Tá skúlastjórar hava gjørt vart við, at teir hava alt ov lítið rásarúm í mun til krøvini um tímar, eru boðini úr Mentamálaráðnum, at skúlastjórar mugu raðfesta soleiðis, at roknistykki gongur upp men spyr Herálvur Jacobsen hvussu kunnu skúlaleiðslur raðfesta, tá tímajáttanin longu frammanundan er ov lág Støðan í EFFO deildini sær nú soleiðis út 1 KÍ 47 2 Víkingur 43 3 NSÍ 42 4 B36 35 5 HB 34 6 ÍF 25 7 TB 20 8 Skála 17 9 AB 9 10 B68 7 Síðan Skynsamt Húsarhald hevur eftir stutta tíð fingið nógvir tumlar upp á Facebook. Endamálið er at veita góð ráð, vegleiðing og sparkið í reyvina til eitt skynssamt húsarhald. Alt hetta til frama fyri at minka penginga og matoyðslið í vanliga húsarhaldinum. Happing snýr seg ikki bara um tann, sum verður raktur, men um mentanina og mátan, felagsskapurin er saman. Mánadagin fara 670 børn fyrstu ferð í skúla. Tað vísir ein uppgerð hjá Mentamálráðnum sambært Skúlablaðnum. Hesi 670 børnini fara næstu níggju árini at hava lógarkravda skúlagongd. Eitt annað, sum tey ikki hava valt, er samansetingin avflokkunum. Sostatt er ilt at siga, hvussu trivnaðurin verður hjá einstøku næmingunum, sum koma saman fyrstu ferð í dag. Elin Olsen, lærari í Skúlanum á Argjahamri, og Katrin av Kák, cand. ped. psyk., geva góð ráð um, hvussu happing kann fyribyrgjast í skúlunum, serliga nú skúlabyrjan er. Hárið varð sett, og skúlataskan pakkað. Ja, hesin dagurin er, eisini hjá Arna Bartal Joensen, ein serligur hátíðardagur. Vit vóru og vitjaðu Arna Bartal, sum var sera spentur, tí hetta var hansara allarfyrsti skúladagur. J og K Petersen skal gera arbeiða at byggja út Tórshavnar Havn. Havnameistarin, Jónsvein Lamhauge var lættaður í dag, tá undirskriftin endiliga var uppá pláss. Havnin fer at kosta 465 milliónir krónur og verður væntandi liðug í 2019 Lítliskúli er triði privati frískúlin í Føroyum. Hinir eru á Velbastað og í Skálafirði. Mánaðargjaldið í Lítlaskúla verður góðar 800 krónur. KÍ varðveitir leiðsluna í oddanum í bestu mansdeildini í fótbólti. Her kemur ein gjøgnumgongd av øllum málunum í 20. umfari í Effo deildini. Rigmor Dam, landsstýriskvinna, tekur væl ímóti Lítlaskúla, nýggjasta frískúlanum, ið bjóðar almenna fólkaskúlanum av. Men landsstýriskvinnan dugir at síggja, at rákið við frískúlum kann vera ein avbjóðing hjá fólkaskúlanum. Hon viðger ikki innanhýsis starvsfólkaviðurskifti í fjølmiðlunum, sigur hon. Svarið hjá henni er eingin viðmerking , sama, hvat spurt verður um í sambandi við málið. Tænastumannafelagið, har sum Anni á Hædd er limur, hevur saman við Anni á Hædd mótmælt avgerðini um at geva henni ætlanarskriv um uppsøgn. Anni á Hædd er í tí, sum eitur tænastumannalíknandi starv, men Tænastumannafelagið heldur uppá, at Anni á Hædd hevur somu sømdir sum tænastufólk hava, tað vil siga løn í trý ár og møguleika fyri tænastumannakanning, skal hon sigast upp. Anni á Hædd er leiðari á deildini Náttúru og orkumál, haðani Tórshavnar kommunu fekk loyvi at útbyggja havnina, uttan at landsstýriskvinnan hevði góðkent brævið, sum varð sent komununi tann 30.juni. Landsliðshópurin til dystin ímóti Ungarn er hesin Málmenn Gunnar Nielsen, FH Hafnarfjørður Ísland Teitur M. Gestsson, HB Tórshavn Kristian Joensen, KÍ Klaksvík Verjuleikarar Jónas Tór Næs, B36 Atli Gregersen, Víkingur Rógvi Baldvinsson, FK Vidar Norra Jóhan Troest Davidsen, HB Viljormur Davidsen, Vejle BK Danmark Sonni Ragnar Nattestad, Fylkir Ísland Gilli Rólantsson, AaB Danmark Bárður J. Hansen, Fremad Amager Danmark Miðvallarar Kaj Leo í Bartalsstovu, FH Hafnarfjørður Ísland Sølvi Vatnhamar, Víkingur Hallur Hansson, AC Horsens Danmark Brandur Hendriksson Olsen, Randers FC Danmark Heini Vatnsdal, Fremad Amager Danmark Ren Shaki Joensen, Vendsyssel FF Danmark Árni Frederiksberg, NSÍ Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ Róaldur Jakobsen, B36 Fróði Benjaminsen, HB Framherjar Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ Jóan Símun Edmundsson, OB Danmark Bjarni Hammer, formaður í vinnunevndini, vil ikki siga, hvat broytingaruppskotið snýr seg um, men undir viðgerðini í gjár varð fleiri ferðir víst á, at eitt nú línuskip, sum hava fiskað á fjarleiðum í ár, og ikki hava brúkt fiskidagar undir Føroyum, verða revsað næsta fiskiár eftir nýggju skipanini um fiskidagabanka. Hon ber í sær, at bara skip, sum hava brúkt fiskidagar í hesum fiskiárinum, fáa burtur úr puljuni, ella buffaranum, sum tikið verður til. Bjarni Hammer, formaður í vinnunevndini, viðgekk í Løgtinginum í gjár, at skipini, sum hava givið grunnunum undir Føryum frið, verða revsað. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, bað nevndina um at skoyta upp í lógina, at maskinbrek ella sjúka eiga ikki at forða fyri, at skip ella bátar kunnu fáa eykafiskidagar eftir nýggju regluni í lógini um vinnuligan fiskiskap. Aðalstjórin er næsti ráðgevi hjá landsstýrismanninum og hevur ábyrgdina av dagligu leiðsluni, menningini og rakstrinum av Uttanríkis og vinnumálaráðnum. Aðalstjórin er ovasti leiðari fyri ráðið. 10 umsóknir vóru til starvið tá. Tvey fólk vóru innstillað, av teimum var John Rajani innstillaður sum nummar eitt. Men Poul Michelsen, landsstýrismaður, vildi ikki hava John Rajani sum aðalstjóra, millum annað tí, at hann metti hann vera ógegnigan á ali , tele og bankaøkinum. Tí gjørdi løgmaður av, at starvið skuldi lýsast leyst av nýggjum. John Rajani kærdi løgmann og landsstýrismannin til løgtingsins umboðsmann fyri handfaringina av málinum. Umboðsmaðurin segði, at hon hevur ikki heimild at leggja upp í innihaldsligu viðgerðina, tá ein myndugleiki ikki er liðugur at viðgera málið, sum kært er um. Men John Rajani tók ikki starvsumsókn sína aftur, og hann boðaði tá frá, at hansara umsókn til starvið sum aðalstjóri verður standandi. Tað eru fá við cystiskari fibrosu, ið eru før fyri at íðka ítrótt. Helena hevur møtt fleiri, sum hava trupult við at ganga upp ígjøgnum trappur og als ikki kunnu íðka ítrótt uttan at fáa høgan puls í longri tíð. Men hetta hevur ikki steðga Helenu. Hon hevur ferð eftir ferð gjørt megnar brøgd, har hon hevur runnið tvey marathon og svomið til Nólsoyar. Í føroyskari navnasøgu er tað bert eitt fólk, ein maður, sum ber 9 fornøvn. Í føroyskari navnasøgu eru tað 12 fólk, 3 menn og 9 kvinnur, sum bera 8 fornøvn. Starvið varð lýst leyst fyrr í ár, men av tí, at Poul Michelsen, landsstýrismaður ikki vildi hava umsøkjaran, sum var innstillaður sum nummar eitt, í starv, tí hann metti umsøkjaran vera ógegnigan, gav løgmaður boð um, at starvið skuldi lýsast leyst av nýggjum. Tað var John Rajani, sum varð innstillaður sum nummar eitt, og hann valdi tá at fara alment út við málinum, sum hann eisini kærdi til Løgtingsins Umboðsmann. Nýggja lýsingin hjá Løgmansskrivstovuni, sum kom út í dag, er eitt sindur øðrvísi enn tann fyrra. Og krøvini eru linkað nakað til tann, ið setast skal. Í fyrsta lagi er ikki longur neyðugt, at viðkomandi er kandidatur frá hægri lærustovni, nú er nóg mikið, um viðkomandi hevur eina útbúgving á hædd við kandidat. Harafturat var í fyrru lýsingini neyðugt at hava týðandi leiðsluroyndir frá tí almenna og ella privata arbeiðsmarknaðinum nú er og mikið bara at hava leiðsluroyndir . Í fyrru lýsingini var harafturat kravt, at tann, ið skuldi gera sær vónir um at fáa aðalstjórastarvið, skuldi hava holla vitan um almenna fyrisiting og fakøkið hjá Uttanríkis og Vinnumálaráðnum . Í dag er tað kravið linkað til, at tað er nóg mikið, um viðkomandi hevur vitan um almenna fyrisiting , og so er tað nú bara ein fyrimunur , um viðkomandi hevur vitan og royndir á økinum hjá aðalráðnum, og tann vitanin nýtist ikki at vera holl . Latið verður nevniliga upp fyri, at aðalstjórin verður settur í tíðaravmarkað starv. Hetta er nýtt fyri aðalstjórar og í lýsingini stendur hetta bara sum ein møguleiki , og um so er, at tann møguleikin verður bruktur, so fær viðkomandi eina eyka viðbót fyri tað. Eyðstein Poulsen, reiðari á línuskipinum got, óttast, at skerjingin í fiskidøgunum máar støðið undan lívsgrundarlagnum hjá línu og útróðrarflotanum. Nágreining Uppskotið hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum leggur upp til at at skerja dagarnar 30 prosent, men at upp til 15 prosent kunna verða lutað útaftur í næsta fiskiári, alt eftir hvussu nógvar dagar skipið nýtti í undanfarna ári. Grundgevingin fyri at lækka fiskidagarnar komandi fiskiár, er, at veiðitrystið á toska og hýsustovnarnar er ov høgt. Men, ikki øll skip, sum veiða tosk og hýsu, verða rakt av lækkingini, um hon verður samtykt. Sambært veiðihagtølum hjá Vørn var toskaveiðan í føroyskum sjógvi í 2015 soleiðis býtt á skipasløgini. So er hann aftur á landsliðnum, 38 ára gamla miðvallarlegendan og stríðsmaðurin, Fróði Benjaminsen, ið annars takkaði fyri seg á landsliðnum í fjør eftir 86 dystir og seks mál fyri Føroyar. Úttøkan av Fróða Benjaminsen ber vitnisburð um, at landsliðsvenjarin gongur eitt sindur aftur á slóðina, og tað er dylir Lars Olsen heldur ikki fyri. Hann er farin eftir royndum landsliðsleikarum. Føroyar spældu tveir sera tættar dystir móti Ungarn í undanspælinum til EM í ár. Í heimadystinum høvdu føroyingarnir bólti væl meira enn ungarar, tó uttan at skapa opnar málmøguleikar. Talan er um pening, sum flokkar kunnu søkja um og fáa, sum hava umboð á Fólkatingi. Fyri Tjóðveldi er upphæddin einar hálvtannaðhundrað túsund krónur. Fundur var í starvsnevndini hjá Tjóðveldi fyrr í vikuni, og har varð umrøtt, hvussu flokkurin skal fyrihalda seg til hendan peningin, sum summi í flokkinum halda gruggar politiska boðskapin um, at land og fólk í Føroyum skal klára seg uttan pengar úr Danmark. Leiðslan í Tjóðveldi hevur sambært Pálli á Reynatúgvu tó ikki tikið støðu til spurningin enn, og semja er heldur ikki í flokkinum um, hvørt studningurin skal burtur ella ikki. Høgni Hoydal vil ikki gera viðmerking til málið í dag. Sambært Páll á Reynatúgvu skal starvsnevndin í Tjóðveldi hittast aftur at umrøða spurningin. Oddvald Olsen, deildarleiðari fyri alingina hjá Bakkafrosti, sigur, at onnur tvíkiljan skal brúkast í norðurøkinum hjá Bakkafrosti og hin í vesturøkinum. Seks menn og fimm kvinnur eru í uppskoti at taka yvir leiðsluna av ST, men Ban Ki Moon heldur altso, at nú stendur ein kvinna fyri tørni. Mangir framúrskarandi kvinnuligir leiðarar eru í stjórnum, felagsskapum, vinnulívinum, politikki, í mentanarlívinum og aðrastaðni. Eingin grund er til, at tað ikki eisini skal vera galdandi fyri ST, sigur aðalskrivarin. Tað verður tó ikki Ban Ki Moon, sum skal gera av, hvør skal taka yvir eftur seg, og tí vil hann heldur ikki peika á nakra ávísa kvinnu, sum hann heldur vera best egnaða til aðalskrivarastarvið. Hann sigur kortini, at mangir eldhugaðir kvinnuligir leiðarar eru, sum veruliga kunnu broyta heimin, og sum virkið kunnu samstarva við aðrar av heimsins leiðarum . Fimm kvinnur verða nevndar sum møguligir nýggir aðalskrivarar. Tær eru Irina Bokova úr Bulgaria. Hon er í løtuni leiðari í UNESCO. Susana Malcorra, sum er uttanríkisráðharri í Argentina. Helen Clart, fyrrverandi forsætisráðharri í Ný Sælandi og leiðari fyri menningarætlanini hjá ST. Christina Figueres frá Costa Rica. Hon er embætiskvinna í ST og hevði berandi leiklut í tingingunum um veðurlagsavtaluna í París í 2015. Og so er tað Natalia Gherman, sum er fyrrverandi uttanríkisráðharri í Moldavia. The Guardian skrivar, at trygdarráðið hjá ST helst vil hava portugisaran Antonio Guterres at taka yvir eftir Ban Ki Moon. Hann hevur sitið í tvey skeið, altso tvær ferðir fimm ár, og leggur frá sær við árslok í ár. Starvið sum lønarstjóri gjørdist leyst, tá Snorri Fjallsbak í juni segði seg úr starvinum. Hann er nú ráðgevi hjá Fíggjarmálaráðnum. Stjórin á Lønardeildini stendur á odda fyri samráðingunum við tey nógvu fakfeløgini, sum umboða almennu starvsfólkini og tænastufólkini, og góðkenna lønarsáttmálar hjá kommununum. Nevndin í ES hevur latið donsku stjórnini eina sonevnda byrjanarfráboðan, har ES fílist á, at Danmark hóast landið hevur havt allar møguleikar til tað framvegis ikki hevur gjørt sína skyldu, tá tað snýr seg um at halda mørkini um luftgóðsku. Hetta skrivar Politiken í dag. Tit hava havt 10 ára freist. Tit hava kent reglurnar og hava havt allar hugsandi møguleikar fyri at halda tær, og kortini eru tit ikki komin á mál, stendur í skrivinum, sum Politiken hevur fingið. Stjórnin hevur noktað blaðnum alment innlit við grundgevingum um uttanríkispolitisk áhugamál og fasta mannagongd í ES Kommissiónini . Blaðið hevur tó fingið skrivið aðrar vegir. Staðfestast má, at reglurnar enn verða brotnar. Kongaríkið Danmark hevur latið vera við at seta tey tiltøk í verk, sum eru neyðug fyri at halda allar sínar skyldur. Síðani 2010 hevur luftdálkingin í Keypmannahavn á hvørjum ári verið størri enn loyvt. Tað er serliga dálkingarevnið NO2, sum spreingir loyvdu markvirðini. NO2 stavar serliga frá stórum akførum við dieselmotori. Í eini roynd at koma undir markvirðini ætlar stjórnin at flyta eina mátistøð longri burtur frá ferðsluni við HC Andersens Boulevard í miðbýnum í Keypmannahavn. Hetta góðtekur ES kortini ikki. Løgreglan hevur avhoyrt nógv vitni, sum vóru í Leirvík leygardagin, og enn verða onkrar avhoyringar gjørdar. Vatnskutarin skal eisini til tekniska kanning. Nógv fólk vóru hjástødd, tá maðurin sigldi á land stutt fyri kl 18 leygarkvøldið, tí Víkingadagar vóru í Leirvík. Ein 13 ára gomul genta, sum eisini sat á skutaranum, slapp við lívinum. Í eini yvirlýsing sigur Felagið trolbátar, at Bólkur 4T, trolbátar, ynskja at sleppa úr fiskivinnuni , tí tey ikki meta, at fiskivinnan longur er ein vinna fyri fiskimannin, men ein vinna fyri búskaparfrøðingar. Hesar 50 milliónirnar, sum Trolbátar bjóða landinum at keypa fiskirættindindi fyri, sigur felagið, er samlaða skuldin hjá trolbátunum. Bátarnir eru Birtingur, Búgvin, Dragasund, Fiskaklettur, Hansa Maria, Jens Leon, Olga Maria og Skálafossur. Í skrivinum stendur eisini Vit hava víst á, at bólkurin sjálvur hevur staðið fyri einari skynsamari samanlegging av loyvum og døgum, og hevur hendan ætlan ført til, at bert seks fullriknir bátar eru eftir, og tríggir liggja. Til sammetingar kann sigast, at fyri 10 árum síðani vóru 17 fullriknir bátar. Hóast hesar samanleggingar heldur landstýrið fram við ógrundaðum skerjingum og avmarkingum . Felagið sigur, at tinglimir eru vælkomnir at seta seg í samband við Felagið trolbátar um spurningar og útgreiningar av uppskotinum um at keypa bátarnar út úr fiskivinnuni fyri 50 milliónir krónur. Barbara Holm, redaktørur á vikuskiftissosialinum, hugleiddi um kjakmentanina í Føroyum. Netið ger, at fólk onkursvegna ikki hugsa seg líka væl um, tá tey kjakast, og tí kann tónin ofta gerast alsamt meira grovur. Vit hava fingið bræv úr Syðrugøtu. Vit fara at vitja Aron og Grækaris, sum gera legofilmar. Men hvussu gera teir legofilmar Kom og lurta Feitar Tíðir verður ein lættur leikur, sum øll fáa nakað burturúr, ikki bara tey sum livdu í 80 unum, siga teir báðir, Jákup Veyhe og Hans Tórgarð. Hevur tú hug at fara til upptøkuroynd skalt tú fara á facebook bólkin Feitar Tíðir . Upptøkuroyndirnar vera leygardagin, 20 august. Aldursbólkurin, ið leita verður eftir, er helst miðnámsskúlanæmingar, ella fólk, ið eru 16 ár og eldri. Vit vitja systarnar, sum eita Jóna og Olivia. Tær hava nógvar leikur í kamarinum, eitt nú Sylvanian Family og eina fittan hund, sum eitur Lewis. 1. 2. og 3. flokkur í Leirvíkar skúla hava evnisarbeiði um náttúruna. Vit hoyra tey greiða frá og fara eisini ein túr oman í fjøruna í Leirvík. Gesturin í Radio Ga Ga er áttatiáraungdómur, ið greiðir frá sínum uppruna og umstøðum, áttatiárunum, seinni avbjóðingum og úrslitum. Ein spurnarkapping er partur av sendingini og trý populerløg úr 80 unum verða spæld. Gesturin hesaferð vaks upp á Eiði, fór til Danmarkar at lesa til sosialráðgeva, har hon eisini bleiv mamma, og seinastu átta árini hevur hon verið forkvinna í fakfelagnum Starvsmannafelagið. Selma Ellingsgaard hevur altíð havt áhuga fyri samfelagsviðurskiftum og politikki, og ein spurningur í sendingini fregnast eisini, um næsta stigið verður ein politisk tilvera. Fert tú inn á gransking.fo, so sært tú ein lista yvir granskarum, sum bjóða seg fram at halda ókeypis fyrilestur. Átakið er partur av Vísindavøkuni í næstu viku, har til ber at bíleggja ein granskara at halda fyrilestur um alskyns evni. Morgunsendingin bílegði Ásu Johannesen, atferðarvistfrøðingi á Fiskaaling, at halda ein skjótan fyrilestur, sum snýr seg um persónligheitina hjá rognkelsum. Brann, sum hevur heimstað í Bergen, er í løtuni á triðja plássi í norsku tippiliguni. Sunnudagin spælir Brann á heimavølli ímóti oddaliðnum, Rosenborg. Norðlýsið skrivar, at Hanna Brandal, Jastrid Gullaksen, Anna Kristina Samson og Una Váðklett manna nevndina, sum enn ikki hevur skipað seg við forkvinnu. FSF fer í kvøld at gera av, um verjuspælarin hjá KÍ, Mayowa Alli, skal hava leikbann fyri tilburðin, sum sæst í sjónbandabrotinum. Semjan við samgonguna um fiskidagarnar næsta fiskiár bindir á ongan hátt andstøðuna í framtíðini, siga flokkarnir, sum í gjár gjørdu breiða semju við samgonguna um fiskidagarnar. Sambandsflokkurin, Nýtt Sjálvstýri og Miðflokkurin mæltu frá at geva nøkrum bólkum eykadagar, og teir halda eisini, at niðurskurðurin í fiskidøgum framvegis er ov stórur. Men, sum teir sjálvir siga, so gjørdu teir semju við samgonguna fyri at avmarka negativu avleiðingarnar fyri vinnu og samfelag, sum høvdu staðist av førda fiskivinnupolitikkinum hjá samgonguni, um hon helt fast við sínar ætlanir. Teir tríggir andstøðuflokkarnir siga, at tað er óheppið, at stórar broytingar í lógini um vinnuligan fiskiskap verða lagdar við, tá uppskotið um fiskidagar kemur á ólavsøku, tí so stutt tíð er at viðgera uppskotið. Teir siga eisini, at samgongan brýtur prinsippið um at lóggeva í fullum gjøgnumskygni, tí fiskiárið 2015 2016 verður brúkt sum grundarlag fyri, hvussu nógvar eyka dagar skip og bátar kunnu fáa næsta ár. Sambandsflokkurin, Nýtt Sjálvstýri og Miðflokkurin siga, at nú er allur framtíðar politikkur parkeraður í nevndum av ymiskum slagi. Tað ber ikki til. Politisku flokkarnir mugu sleppa til samráðingarborðið, ongantíð ov skjótt. Nærri vit koma 2018 uttan at hava avgreitt høvuðslinjurnar í nýggju fiskivinnuskipanini, og fleiri slík uppskot sum tað á ólavsøku um eykadagar koma frá landsstýrinum, størri gerst ótryggleikin í vinnuni, siga Sambandsflokkurin, Nýtt Sjálvstýri og Miðflokkurin. Í Føroyum er fyrningarfreistin fyri skuld í bankum og sparikassum 20 ár. Tann freistin er í einari danskari lóg frá 1908, sum framvegis er galdandi í Føroyum. Kári P. Højgaard heldur tað vera bæði hugvekjandi og løgið, at landsstýrið ikki fekk lógina broytta í Føroyum eisini tá í 2008, tá hon varð broytt í Danmark. Tað tykist sum sjónarmiðini hjá fíggingarstovnunum vigaðu meira enn fíggjarliga støðan hjá føroysku skattaborgarunum, sum bjargaðu bankunum, og útisetum, sum av fíggjarligum orsøkum noyddust at rýma av landinum, sigur Kári P. Højgaard. Tíðin er búgvin at vit menniskju eisini byrja at brúka snildtelefonina at fáa okkum at kenna okkum betur. Tað sigur Per Zachariassen, sum er ein av høvuðsmonnunum aftanfyri nýggju hypnosu appina, Hellominde, sum hevur fingið sera góða undirtøku. Per Zachariassen vil ikki siga, hvussu nógvar pengar, teir hava sett í Hellominde. HelloMind verður send á amerikanska marknaði í næstu viku, og so skal hon inntalast til fleiri onnur mál, so hon kann sendast út í øðrum ikki enskt talandi londum. Hvussu er tað at liva sum tónleikari í Føroyum, og hvat er tað, sum krevst fyri at blíva dugnaligur. Hetta var millum annað tað, sum prátið við Ragnar Finsson snúði seg um í morgun. Tað er sjálvsagt umráðandi at vera skipaður og gera skúlating. Men tað er av stórum týdningi, at samanhaldið í flokkinum er gott, og mann njótir tey trý árini, tí tey eru nakað serligt. Eik hevur kært bæði Kringvarpið og Miðlahúsið fyri umrøðuna av skattamálinum. Kringvarpið er kært fyri sendingina Skattamálið , sum var send í vár. Eik ger í kæruni millum annað vart við, at tað var í august 2015 og ikki í juni, sum varð sagt í sendingini at nevndin í Eik varð kunnað um fyrru avgerðina hjá Taks. Eisini var sagt í sendingini, at innanhýsis grannskoðarin hjá bankanum hevði sagt seg úr starvi. Hetta kann geva hyggjaranum ta fatan, at tað bert er ein innanhýsis grannskoðari í bankanum. Soleiðis er ikki. Rættari hevði verið at sagt, at ein av innanhýsis grannskoðarunum segði seg úr starvi. Kára tósar við Jóannes Lisberg, varaborgarstjóra í Fámjin, Maria tosar við Arna Nielsen í Kirkjuni í Fámjin, Kára tosar við Kristian Sørensen, ið hevur fingið loyvi at byggja nýtt oman á gamla grund í Tjaldarvík, Maria tosar við bretarnar, George og Ollie, sum hava róð úr Grønlandi og eru á veg til Skotlands, Kára fór biltúr við Sakrias Bech og einum fronskum pari, Maria tosar við ein av ánarunum í Lítlu Dímun, Róa Schrøter. Ætlar tú at keypa hús í Havn, liggur miðalprísurin um hálvatriðju millión krónur. Hetta er ein hálv millión meira enn fyri fýra árum síðani. Ein íbúð í Havn kostar í dag um 1,6 til 1,9 milliónir í miðal eisini næstan ein hálv millión dýrari enn í 2012. Hetta vísa tøl hjá húsameklarunum Inni og Skyn. Kára á Dunga, stjóri í Inni, vísir á, at í fleiri førum eru húsa og íbúðarprísirnir hægri enn teir vóru í 2007. Hon væntar, at prísirnir halda fram at dýrka, so leingi rentan er lág. Stóri eftirspurningurin í høvuðsstaðarøkinum hevur við sær, at marknaðurin flytur seg skjótari. Tøl hjá Inni vísa, at tað tekur í miðal 7 8 vikur at selja eini hús í Havn í dag. Í fjør tók tað umleið 13 vikur. Hjá Skyn meta tey, at tað í løtuni tekur okkurt um ein mánað at selja eini hús í Havn. Til samanberingar kann tað taka eitt ár ella meira í Suðuroynni. Neyðars orðstýrarin hevði trupulleikar at stýra núverandi og fyrrverandi landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, sum keglaðust í politisku hólmgonguni í Klaksvík hóskvøldið. Í dag verða ættarliðini ofta bólkað upp. Børn fara í barnagarð, og tey eldru fara á ellisheim. Í barnagarðinum í Miðvági er eitt sindur øðrvísi. Ellisheimbúfólk og barnagarðsbørn hava felags uppihaldsstovu, har tey brúka nógva tíð saman. Hetta hevur víst seg at verið ein succ s. Tiltakið, Føroya Sjómannadagur, er í hesum døgum, og fiskivinnukjak er fastur táttur av tiltakinum. Hesaferð var skipað fyri hólmgongu millum Høgna Hoydal, landsstýrismann í fiskivinnumálum, og fyrrverandi landsstýrismannin, Jacob Vestergaard. Ingeborg Vinther úr Vági stóð á odda fyri Føroya Arbeiðarafelag í samfull 31 ár, og fakfelagsarbeiði hevur fylt nógv meginpartin av lívi hennara. Eitt, sum eyðkendi tíðina hjá Ingeborg í fakfelagsarbeiði hennara var, at hon ongantíð var bangin fyri at siga sína hugsan sjálvt um tað til tíðir leikaði hart á. FSF hevur hugt at sjónbandabrotinum frá dystinum millum HB og KÍ sunnudagin, har tað tykist, at KÍ spælarin, Mayowa Alli, slær HB spælaran, Ara Mohr Olsen. Tað fær tó ongar avleiðingar. sjónbandabrotið sæst her Formaðurin í kappingarnevndini hjá Fótbóltssambandinum, Róin Schrøter hevur lagt tíðindaskriv út á heimasíðuna hjá Fótbóltssambandinum. Treytin fyri at taka mál upp fyri hendingar sum hesari er, at dómararnir ikki hava sæð hendingina, og at talan møguliga er um serliga grov brot. Kappingarnevndin hevur heimild at biðja Aganevndina taka mál upp, sum koma Kappingarnevndini til kunningar. Kappingarnevndin kann nýta videomyndir til slík mál, og tað hevur Kappingarnevndin eisini kunna feløgini um, áðrenn kappingarbyrjan í 2016. Eftir telefonsamrøður, videobrot og kjak í fjølmiðlunum, hevur Kappingarnevndin hugt nærri at málinum, og er samd um, ikki at gera meira við málið. Orsøkin til avgerðina er tann, at á videomyndunum eru ov nógv ivamál, og at myndirnar ikki týðiliga vísa, at talan er um serliga grovt brot. Yrkingina Pegasus hevur Guðrið Helmsdal skrivað og Guðrið Hansdóttir hevur gjørt lagið. Lagið er ein duett við Hans Marius Ziska. Upptøkur og mix gjørdi Benjamin Petersen og Mikael Blak hevur framleitt. Tá løgtingið fekk uppskotið um 13,4 milliónir krónur til jarðhita til Glasir, fekk tingið ikki at vita, at Fjarhitafelagið hevði boðið sær til at gera íløguna ókeypis. Rigmor Dam, landsstýriskvinna, sigur, at lógaruppskotið er um grøna orku. Tí var ikki neyðugt at nevna tilboðið hjá Fjarhitafelagnum Tað hevur ikki eydnast Fjarhitafelagnum at sannføra Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, og ráðgevum hennara um, at Fjarhitafelagið letur grøna orku. Landsverk, sum er byggiharri, hevur saman við Boga Bech Jensen, professara í orkuverkfrøði, rektara á Glasi og formanni í bygginevndini, mælt landsstýriskvinnuni til at brúka jarðhita. Fíggjarnevndin hjá løgtinginum hevur sett av allan seinnapartin mánadagin at viðgera uppskotið hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, um jarðhita til Glasir. Men mikudagin, sama dag, sum fyrsta viðgerð var í løgtinginum, boðaði Fjarhitafelagið frá, at tað hevur boðið Glasi og Landsverki fjarhita, sum ikki kostar eina krónu í íløgum. Bæði Landsverk, sum hevur gjørt eitt tilmæli um jarðhita saman við rektaranum á Glasi, Boga Bech Jensen, og Umhvørvisstovan siga, at jarðhitin er tann grønasta orkuloysnin. Fíggjarnevndin hevur sent boð eftir Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, SEV, sum eigur Fjarhitafelagið saman við Tórshavnar kommunu, P f Fjarhitafelagnum, Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í orkumálum, Kára Mortensen, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni, hann gjørdi uppritið um jarðhitan til Glasir, Demich, sum selur hitapumpur til millum annað jarðhita, Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í skúlamálum, Landsverki og Boga Bech Jensen, rektara á Glasi. Fyrst í sendingini verður tosað við Eirik Magnussen og Tildu Gaardlykke, ið starvast hjá bakarínum Mylnuni, um suðuroyardrýlin. Lis Mortensen og Uni Árting greiða frá ætlanum um føroyska geopark og kanning í Suðuroynni, ið skal staðfesta, hvussu gamlar Føroyar eru. Tróndur Enni greiðir frá tí málsligu fremmandgerð, sum suðuroyingum hevur verið fyri. Eivind Weyhe, málfrøðingur, trívur í nakað av tí sama sum Tróndur, umframt neyvari mállýsingar. Samfelagsfrøðingurin, Dennis Holm, viðgerð útlitini fyri Suðuroynna sum búpláss í menning. Og seinast í sendingini royndarsmakkar Uni L. Hansen drýlin, sum Maria og Kára hava bakað undir sending. Aksel V. Johannesen, løgmaður sigur, at ferðaseðlaprísurin verður endurskoðaður, men onnur átøk skulu á breddan fyri at fáa fólk at støðast í Suðuroy. Partamaður hansara, tingmaðurin Bjarni Hammer, segði í gjár, at Suðuroyggin má og skal á breddan nú.Hann heldur, at landið ger ov lítið fyri at fáa fólkatalið at vaksa í Suðuroy. Í Suðuroy tapa vit framvegis kappingina, ikki bara við útheimin, men eisini við miðstaðarøkið, segði hann við útvarpið í gjár. Tað er ikki stórvegis undirtøka fyri ebókum í Føroyum, fáar e bøkur koma út á føroyskum. Tað var høvuðsorsøkin til, at bókapallurin VITRA lat aftur herfyri. Løgreglan ávarar nú ímóti at senda privatar myndir víðari. At senda privatar myndir hjá øðrum víðari uttan at hava fingið loyvi er greitt brot á revsilógina, og kann geva upp í 6 mánaðar fongsulsrevsing. Fleiri tilburðir hava verið seinastu tíðina, har privatar myndir hjá øðrum verða sendar runt. Konni gekk í skúla og arbeiddi í langa tíð, uttan at spekulera stórvegis um tað. Men í 2015 fær hon sær orlov frá skúlanum. Brádliga seti eg meg niður og observeri. Fyri fyrstu ferð leingi eri eg ikki á sama báti sum øll hini. Eg fái mær frí fyri at geva tónleikinum pláss. Um tað ber til at lesa og vera tónleikari í senn, veit eg ikki og veit tað ikki enn. Rótin til stress, er tíðin. Um bara eg fekk meiri tíð, so bar alt til. Sangurin snýr seg um hesar tankar, men er tvítýddur. Samstundir snýr hann seg um kærleika. Facebook síðan hjá Konni Konni Kass Konni eigur sjálv orð og lag. Tónleikarirnir eru Konni Kass vokal, kór Knút Háberg Eysturstein rhodes, synths Torleik Mortensen bass, effektir Per Ingvaldur Højgaard Petersen trummir, percussion Sangurin er tikin upp í Studio Block og í Bunkarinum. Seinnapartin kom ein fráboðan um, at bilurin, ein reyður Suzuki Swift, stóð á einum almennum parkeringsplássi í Hoyvík ikki so langt burturi frá staðnum, har hann varð stolin. Løgreglan veit ikki, hvør hevur stolið bilin og er tí áhugað í at frætta frá teimum, sum vita nakað ella hava sæð nakað leygarnáttina, tá bilurin varð stolin. Neyðugt er at seta eitt etiskt ráð á stovn, halda fleiri løgtingsfólk. Tey ávara ímóti, at kvinnur kunnu fáa ísáðing á klinikk uttan at vita, hvør pápin at barninum er. Landsstýriskvinnan lovar at hyggja nærri at lóggávuni. Harafturat hevur Almannaverkið fingið eina umsókn um barnagjald frá stakari kvinnu, sum hevur fingið ísáðing, og har faðirskapurin ikki er kendur ella viðurkendur. Tann umsóknin bíðar eftir, at uppskotið er liðugt viðgjørt í tinginum. Seinnapartin fer Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis og vinnumálum, at umrøða Hoyvíkssáttmálan við íslendska uttanríkisráðharran, Lilju Alfreðsdóttir, sum kemur til Føroya í dag. Lógarbroytingin hevur tó ongan týdning fyri sáttmálaviðurskiftini millum Føroyar og Ísland og tær altjóða rættarligu bindingar, sum er galdandi millum londini sambært Hoyvíkssáttmálanum. Umframt hoyvíkssáttmálan fara føroyski og íslendski uttanríkisráðharrarnir at viðgera eitt nú lodnumálið og útflutningin av apoteksvørum til Íslands, eins og onnur uttanríkispolitisk mál. Grønlendski uttanríkisráðharrin, Vittus Qujaukitsoq, er longu komin til Føroya og hevur havt fund við Poul Michelsen um samstarv landanna millum á uttanríkispolitiska økinum. Allir tríggir uttanríkisráðharrarnir koma saman seinni í dag at umrøða samstarvið og handilsviðurskiftini millum tey trý útnorðurlondini. Aleqa Hammond, fyrrverandi forkvinna í grønlendska landsstýrinum, hevur enn einaferð brúkt skattapening til privata nýtslu, skrivar Ekstra Blaðið í dag sambært Ritzau. Sambært einum kontoavriti hevur Aleqa Hammond, sum nú er fólkatingskvinna fyri Siumut, brúkt slakar 13.000 krónur á kredittkortinum hjá Fólkatinginum. Tað kemur fram í einum teldupost samskifti millum umsitingina hjá Fólkatinginum og Alequ Hammond, sum Ekstra Blaðið hevur fingið hendur á. Eg havi ongar viðmerkingar um míni fíggjarligu viðurskifti, sigur Aleqa Hammond við Ekstra Blaðið, og hon vil heldur ikki svara, um hon hevur goldið peningin aftur. Sambært reglunum hjá Fólkatinginum eigur kredittkortið bara at vera nýtt til hýruvognar og ferðaseðlar, sum hava samband við fundir. Men kortið er nýtt at keypa fyri í Nuuk, har Aleqa Hammond býr. 3500 krónur eru nýttar í einum byggimarknaði, 1389 krónur í Keypssamtøkuni, og 1697 krónur eru nýttar í einum itróttarhandli. Vit halda, at tú hevur nýtt fólkatingskortið í staðin fyri títt egna gjaldskort, tí vit hava staðfest, at nógvur peningur er nýttur á fólkatingskortinum, stendur í teldupostinum frá umsitingini hjá fókatinginum, sum Ekstra Blaðið hevur fingið hendur á. Tær 12.983 krónurnar og 10 oyruni, sum eru nýtt privat, verða vit noydd at draga frá, skrivar umsitingin í teldupostinum til Alequ Hammond. Aleqa Hammond noyddist at leggja frá sær sum forkvinna í grønlendska landsstýrinum í 2014, tá tað kom undan kavi, at hon hevði nýtt meira enn 100.000 krónur av almennum peningi til privat. Landstingsval varð útskrivað, men Aleqa Hammond stillaði ikki upp. Hinvegin stillaði hon upp til fólkatingsvalið í fjør, og varð vald við nógvum atkvøðum. Poltikararnir vilja hava føroyskar íverksetarar at kappast við útlendsk íverksetarafeløg, sum hava somu lagaligu treytir, og hava broytt partafelagslógina. Íverksetarahúsið í Klaksvík kunnar nú um møguleikan at stovna íverksetarafeløg. Seinnapartin týdagin verður fundur í skúlanum við Løkin í Runavíi. Birita Sandberg Samuelsen, advokatur, fer at greiða. Hon viðgongur, at tað kann vera trupult at fáa fígging til íverksetaravirksemi, har eginpeningurin bara er ein króna. Útnorðurráðið skal á ársfundinum umrøða møguleikarnar at skipa fyri eini felags ráðstevnu um geopolitiska týdningin, sum londini í útnorði hava fingið. Aleqa Hammond, fólkatingskvinna fyri Siumut, vísir aftur, at hon hevur misbrúkt eitt kredittkort, sum hon fekk útflýggjað frá Fólkatinginum, til privata nýtslu. Ekstra Blaðið skrivar í dag, at hon hevur nýtt umleið 13.000 krónur av kortinum til privata nýtslu. Sambært einum teldupost samskifti millum umsitingina hjá Fólkatinginum og Alequ Hammond hevur hon nýtt kortið hjá Fólkatinginum at keypa fyri í Nuuk, har hon býr. Tá blaðið spurdi hana um málið, svaraði Aleqa Hammond, at hon hevði ongar viðmerkingar um síni fíggjarviðurskifti. Men á sínum facebook vanga í dag vísir hon skuldsetingunum aftur. Kontur mínar vórðu misbrúktar gjøgnum iTunes í juni, men tíbetur varnaðist bankin tað, og neyðug tiltøk vórðu sett í verk. Eg havi ongantíð brúkt kortið hjá Fólkatinginum, men í hesi neyðstøðuni brúkti eg kortið, og eg kunnaði umsitingina í Fólkatinginum um tað, skrivar Aleqa Hammond á Facebook. Tíverri hevur onkur óviðkomandi fingið hendur á teldupost samskiftinum millum meg og umsitingina hjá Fólkatinginum, og hevur latið tað víðari til ein journalist hjá Ekstra Blaðnum. Tað harmast bæði eg og umsitingin um, skrivar hon. Sambært Ekstra Blaðnum hevur Aleqa Hammond millum annað brúkt kortið hjá Fólkatinginum at keyp í Keypsamtøkuni í Nuuk og í einum ítrottahandli. Og sambært teldupost samskiftinum hevur umsitingin í Fólkatinginum boðað frá, at tær 13.000 krónurnar, sum eru brúktar privat, verða drignar av upphæddini á kortinum. Kortið kann sambært reglunum bara nýtast til eitt nú hýruvognar og ferðaseðlar til fundir, sum hava samband við fólkatingsarbeiðið. Støðan í EFFO deildini sær nú soleiðis út 1 KÍ 50 2 Víkingur 46 3 NSÍ 43 4 B36 38 5 HB 35 6 ÍF 25 7 TB 20 8 Skála 17 9 AB 9 10 B68 7 Jarðhitin krevur eina íløgu, sum er 13,4 milliónir krónur, og teir pengarnar hevur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, biðið Løgtingið um. Men mikudagin, sama dag, sum fyrsta viðgerð var í Løgtinginum, boðaði Fjarhitafelagið frá, at tað hevur boðið Glasi og Landsverki fjarhita, sum ikki kostar eina krónu í íløgum. Hetta fekk Løgtingið ikki at vita, tá uppskotið kom úr Mentamálaráðnum. Bæði Landsverk, sum hevur gjørt eitt tilmæli um jarðhita saman við rektaranum á Glasi, Boga Bech Jensen, og Umhvørvisstovan siga, at jarðhitin er tann grønasta orkuloysnin. Rigmor Dam sigur, at Fjarhitafelagið hevur ikki sannført seg um, at fjarhitaloysnin er grøn. Fíggjarnevndin fer undir at viðgera málið klokkan eitt. Ikki færri enn tríggjar landsstýriskvinnur hava fingið fundarboð. Fíggjarnevndin hevur sent boð eftir Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, SEV, sum eigur Fjarhitafelagið saman við Tórshavnar kommunu, P f Fjarhitafelagnum, Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í orkumálum, Kára Mortensen, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni, sum gjørdi uppritið um jarðhitan til Glasir, Demich, sum selur hitapumpur til millum annað jarðhita, Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í skúlamálum, Landsverki og Boga Bech Jensen, rektara á Glasi. Men tað er ikki bara gott hjá teimum, sum fiska og selja fisk. Úrslitið av stovnsrøktini er, at toskurin sleppur at vaksa so nógv, at hann kann ikki brúkast. Toskurin er ov stórur til at selja, sigur Sigurður Viggósson, stjóri í Odda á Patreksfirði, við Fiskifrettir. Oddi hevur bæði skip og flakavirki. Nógvur stórur toskur er at fáa nú. Toskurin, sum verður avreiddur í Íslandi, vigar nógv meira nú enn fyri nøkrum árum síðani. Men virkini fáa ikki tað sama burtur úr stórum toski sum úr millumfiski. Fyrr fór stórur toskur til saltfisk. Men lítið fæst fyri saltfiskin í Suðurevropa. Stóri toskurin er tí vorðin ein trupulleiki, sigur Sigurður Viggósson. Hann heldur ikki, at stovnsrøktin ger, at sum mest fæst burtur úr toskinum. Tað er lítið skilagott at lata størsta og elsta toskin doyggja av elli, tí eingin fiskar hann, sigur Sigurður Viggósson. TAKS fekk óvanliga nógvar umsóknir, 208 tilsamans. 113 søktu starvið sum skipstollari og 95 hava hug at leita eftir rúsevnum við hundi. Tað sigur løntakarafelagsskapurin, SIK, sum finst at landsstýrinum fyri handfaringina av makrelfiskiskapinum, skrivar grønlendska blaðið, Sermitsiaq. Óvissa er um viðurskiftini hjá manningini á útlendsku skipunum, sigur formaðurin í SIK, Jess G. Berthelsen, sambært blaðnum Sermitsiaq. Vit kenna ikki lønar og setanarviðurskiftini hjá manningini á hesum skipum, og tað fær okkum at stúra, sigur hann við blaðið Sermitsiaq. Formaðurin í SIK heldur eisini, at útlendsku skipini kunnu vera kappingaravlagandi, tí summi reiðarí noyðast at gera milliónaíløgur í skip, meðan onnur bara kunnu leiga ein rustaðan russiskan trolara, sum hann tekur til. Vit hava ikki orku at kanna lønar og setanarviðurskiftini á útlendskum makrelskipum, men vit heita á landsstýrið um at lata teimum reiðaríum, sum hava skipað viðurskifti, sleppa at fiska makrelkvotuna, sigur Jess G. Berthelsen. Jóhanna hevur ikki bara roynt at gjørt lagið á altjóða stigi, men eisini sjónbandalagið, sum kom út samstundis. Hon greiddi frá tilgongdini við sjónbandalagnum, og hvat hon sum tónleikari er í holt við nú. Hósdagin í síðstu viku hittust núverandi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, og fyrrverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, á eini hvassorðaðari hólmgongu. Hólmgongan er eitt tað mest umrødda kjakið í nýggjari tíð. Hon var kanska ikki nógv umrødd fyri tað, sum varð sagt, men meira um tað var sagt. Tí kjakið, ja tað var milt sagt hart. Eydna Skaale, retorikari, greinar kjakið fyri okkum. Á skránni var kunning um uttanríkispolitisku raðfestingarnar hjá landsstýrinum, og um trygdarpolitikk og tilbúgving í Norðurhøvum. Sviar hava í alt summar havt trupulleikar av, at eldur hevur verið settur á bilar. Nú er líkt til, at trupulleikin eisini hevur breitt seg til Danmarkar. Tað ber ikki til at siga um eldsbrunarnir í Keypmannahavn hava samband við eldsbrunarnar í Svøríki, sigur Rasmus Bernt Skovsgaard, varapolitiinspektørur, við Ekstra Blaðið. Men hann leggur dent á, at eldásetingarnar mugu steðgast beinanvegin, so tað ikki vindur uppá seg. Til samans er eldur settur á einar 100 bilar í Malmø í summar. Tað var eftir øllum at døma yvirgangsfelagsskapurin Islamskur Statur, sum skipaði fyri atsóknini at brúdleypsgestum í býnum Gaziantep í landsynningspartinum í Turkalandi leygarkvøldið. Tað sigur turkiski forsetin, Erdogan, sambært tíðindastovuni AP. Hann sigur, at sjálvmorðsbumbumaðurin var bara millum 12 og 14 ára gamal. Hann sigur, at eingin munur er á Islamskum Stati, kurdiskum uppreistrarbólkum ella G ulen rørsluni, sum Erdogan leggur undir at hava skipað fyri miseydnaðu kvettroyndini í Turkalandi fyrr í summar. Vit hava bara ein boðskap til teirra, sum leypa á okkum. Tað fer ikki at eydnast tykkum, sigur Recep Tayyip Erdogan í einari yvirlýsing. Eingin hevur átikið sær skyldina av sjálvmorðsbumbuatsóknini í leygarkvøldið, heldur ikki Islamskur Statur. 50 fólk doyðu í atsóknini og 69 fólk vórðu særd. Neyðugt er við átøkum fyri at bøta um trygdina umborð á føroyskum fiskiskipum. Tað sigur landsstýrið, nú umfatandi kanning staðfestir, at arbeiðsvanlukkur henda fýra ferðir so ofta umborð á fiskiskipi sammett við arbeiðsmarknaðin annars, meðan deyðsvanlukkurnar eru 30 40 ferðir títtari enn á landi. Fleiri hava kanska havt ta fatan, men nú er tað skjalprógvað Dekkið á fiskiskipi er vandamiklasta arbeiðsplássið. Annbjørg á Høvdanum, vinnusálarfrøðingur, hevur skrásett og greinað allar arbeiðsvanlukkur á fiskiskipi síðan 1972. Úrslitini vórðu løgd fram á Sjómannadøgunum. Hóast fiskimenn eru ein lutfalsliga lítil og minkandi partur av føroyska arbeiðsmarknaðinum fiskimenn eru seinastu 10 árini farnir úr 10 prosentum niður í fimm prosent av arbeiðsfjøldini eru arbeiðsvanlukkurnar umborð á fiskiskipi nógv títtari enn í øðrum vinnum. Ein triðingur av øllum arbeiðsvanlukkum henda á sjónum. 27 prosent av arbeiðsvanlukkunum henda umborð á fiskiskipum. Oftast á dekkinum, har fiskimenn verða raktir av onkrum leysum luti, veiri ella togi. Nógvir skaðar henda eisini, tí fiskimaðurin dettur á mangan dandandi dekkinum, og triðtíttasta orsøkin er, at fiskimaðurin kleimist, fær sonevndar kleimiskaðar. Deyðsvanlukkurnar eru eisini títtar umborð á fiskiskipi. Sambært hagtølunum doyr í meðal ein føroyskur fiskimaður um árið fyri hvørjar 1000 fiskimenn í vinnu. Tað er meira enn í grannalondunum Danmark, Norra og Íslandi, har deyðsvanlukkurnar eru millum 0,5 og 0,8 um árið fyri hvørjar 1000 fiskimenn í vinnu. 73 fiskimenn eru deyðir í vanlukku umborð á føroyskum fiskiskipum frá 1972 til 2014. Seinastu 20 árini, síðani 1994, eru 32 fiskimenn deyðir umborð. 2. apríl í 1998 doyðu fimm fiskimenn, tá trolbáturin Sjóborgin gekk burtur á Norðhavinum. Og 20. apríl í 2007 doyðu 11 fiskimenn umborð á Hercules, tá eldur kom í skipið, meðan tað var til fiskiskap í Kyrrahavinum. Tað er størsta vanlukka umborð á fiskiskipi undir føroyskum flaggi í nýggjari tíð. Fleiri ár eru tó, har eingin er deyður í arbeiðsvanlukku umborð á føroyskum fiskiskipi. Samanumtikið eru deyðsvanlukkurnar umborð á fiskiskipi millum 30 og 40 ferðir títtari enn í øðrum vinnum á landi, staðfestir umfatandi kanningin hjá Annbjørg á Høvdanum. Umfatandi kanningin av arbeiðsvanlukkum umborð á føroyskum fiskiskipum seinastu 42 árini varð løgd fram á ráðstevnu um trygd á sjónum, ið varð partur av Sjómannadøgunum. Hetta er fyrstu ferð, at eitt tílíkt yvirlit er gjørt. Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, umboðaði landsstýrið á ráðstevnuni. Hann umsitir tilbúgvingina á sjónum. Á ráðstevnuni boðaði landsstýrismaðurin frá, at spurningurin um trygdina og arbeiðsumstøðurnar umborð á føroyskum fiskiskipum verða nú tikin upp í landsstýrinum og við teir myndugleikar, sum so ella so vara av trygdini. Eisini manningarfeløgini og Reiðarafelagið verða boðsend á fund, upplýsti Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, á ráðstevnuni. Kanningin hjá Annbjørg á Høvdanum staðfestir, at talið av vanlukkum umborð á føroyskum fiskiskipum er lækkað seinastu 20 árini. Men framvegis er dekkið á fiskiskipi nógv tað vandamesta arbeiðsplássið. Næstan allar ferðirnar hjá Norr nu til Íslands frá apríl í ár hava verið útseldar, og soleiðis er eisini fram til síðst í oktober. Rúni Vang Poulsen, stjóri í Smyril Line, fegnast. Eg eri væl nøgdur við gongdina. Vøksturin kemur eitt nú av, at evropearar í størri mun leita norðureftir, sigur stjórin í Smyril Line við útvarpið. Vøksturin á leiðini til Íslands hevur ikki ávirkað talið av ferðafólkum við Norr nu til Føroya nakað serligt sambært stjóranum í Smyril Line. Til samans vóru 29, av teimum nú 54 deyðu í kjalarvørrinum á atsóknini, børn undir 18 ár, skriva fjølmiðlar sambært bretska kringvarpinum, BBC. Tað var leygarkvøldið, at ein atsókn í Suðurturkalandi kravdi 54 mannalív, tá fólk vóru komin saman til brúdleyp í suðurturkiska býnum, Gaziantep. Tað var ein 12 14 ára gamal drongur, ið hevði sjálvmorðsbumbuna á sær, ið kravdi 50 lív í Suðurturkalandi um vikuskiftið, sigur forsetin í landinum, Erdogan. Eingin hevur átikið sær skyldina av leygarkvøldið, heldur ikki Islamskur Statur. Býurin, Gaziantep, er umleið 60 kilometrar sunnan fyri sýriska markið. Víkingafjepparar hava keypt sløk 1.000 atgongumerki til finaludystin meðan restin av atgongumerkjunum er seld á heimasíðuni hjá FSF. Tað var eitt av úrslitunum av felags fundunum, sum hava verið í Havn í gjár og í dag, har Poul Michelsen, landsstýrismaður, Lilja Alfreðsdóttir, uttanríkisráðharri úr Íslandi og Vittus Qujaukitsoq, landsstýrismaður úr Grønlandi, hittust at tosa um uttanríkis og handilspolitisk viðurskifti av felags áhuga. Arbeiðsbólkurin skal greina og vísa á fyrimunir við eini felags fríhandilsavtalu og við at stovnseta eitt handilsráð fyri útnorður, og hvussu útnoðrulondini kunnu fáa meir burturúr einum øktum samstarvi við triðjalond. Grønland verður vertur fyri fyrsta fundin hjá arbeiðsbólkinum, sum verður í Nuuk í oktober. Avgerðin hjá Stóra Bretlandi at fara úr ES, kann fáa ávirkan á handilsáhugamálini hjá útnorðurlondunum. Tí hevur tað týdning, at tann avbjóðingin verður viðgjørd av teimum trimum londunum í felag til tess at tryggja felags áhugamálini. Útnorður hevur vaksandi týdning og áhuga í altjóða høpi. Til tess at vara um áhugamálini hjá fólkinum í londunum er tað av stórum týdningi, at tey trý londini í Útnorði standa saman og hava eitt tætt samstarv um felags uttanríkis og handilspolitisk viðurskifti, eru tey samd um. Sonevnda kovboy mentanin má burtur úr fiskivinnuni, sum í staðin eigur at brúka frálandavinnuna sum fyrimynd, er boðskapurin hjá Pál Weihe, yvirlækna á Deildini fyri Arbeiðs og Almannaheilsu. Ein broytt mentan krevur útbúgving. Tí var tað grundleggjandi skeivt av landsstýrinum at taka aftur kravið um, at tey, sum fyrstu ferð skulu til skips, skulu hava tríggjar vikur trygdarskeið, heldur Pál Weihe. Stríð er um, hvørja hitaskipan, nýggi miðnámsskúlin í Havn, Glasir, skal hava. Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, vil, at skúladepilin skal hitast við jarðhita. Men Fjarhitafelagið hevur bjóðað Landsverki at leggja fjarhitarør og knýta skúlan uppí fjarhitaskipanina ókeypis. Fjarhitafelagið í Havn ætlar at víðka um fjarhitaskipanina og hevur boðið hana fram at hita miðnámsskúlan í Marknagili við. Men Rigmor Dam hevur einans biðið um játtan til eina jarðhitaskipan, og tað dámar ikki øllum í Løgtinginum. Men Rigmor Dam, landsstýriskvinna, sigur, at hon hevur hildið seg til ta ráðgeving, hon hevur fingið og sigur seg einki skeivt hava gjørt. Skiparar og sjófólk annars boða sjáldan frá arbeiðsvanlukkum, og flestu arbeiðsskaðarnir á sjónum vera ongantíð fráboðaðir Sjóvinnustýrinum. Her á landi eru 73 fiskimenn deyðir í vanlukku á fiskiskipum frá 1972 til 2014. Síðstu 20 árini hava 32 sjómenn latið lív umborð. Tað er lutfalsliga nógv samanborið við grannalondini. Føroyingar halda við Íslandi og ikki Danmark. Tað hava EM endaspælið og Olympisku Leikirnir víst okkum men hvussu ber tað til Tað hoyra vit nakrar meiningar um. Avlopið var 437 milliónir krónur, 114 milliónir meira enn fyrra hálvárið í 2015. Hesum boðar Bakkafrost partaeigarunum frá í morgun. Raksturin í øðrum ársfjórðingi gav eitt sindur minni av sær enn greinarar í Noregi væntaðu. Bakkafrost er skrásett í keypsskálanum í Oslo. Sambært Dagens næringsliv væntaðu greinararnir 318 milliónir krónur í rakstrarúrsliti, men úrslitið gjørdist 307 milliónir í øðrum ársfjórðingi. Greinarar mettu, at inntøkan fór at gerast 851 milliónir krónur millum 1. apríl og 30. juni, men inntøkan bleiv 61 milliónir krónur minni hon er 790 milliónir krónur. Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti, sigur, at tey eru væl nøgd við úrslitið í øðrum ársfjórðingi í ár. Marknaðarprísurin á laksi var methøgur, og lívfrøðiliga gongdin var góð. Tann 30. juni í ár var nettoskuldin hjá Bakkafrosti 603 milliónir krónur, og felagið hevði 643 milliónir krónur í ótroyttum kredittum. Bakkafrost samtakið hevur 765 fólk í fulltíðarstarvi. Tórshavnar kommuna eigur at strika treytina um skrásettan bústað í kommununi fyri at sleppa fram at einum grundstykki. Tað heldur Martin Andreas Kruse, sum býr við familju síni í Danmark, og sum í 10 ár ikki er komin eitt fet fram á listanum av tí sama. Útnorðurráðið mælir tí stjórnini og landsstýrunum til at hava ráðstevnu um støðuna hjá Útnorðri í nýggja geopolitiska veruleikanum. Geopolitikkur er sambandið millum politikk og landafrøði. Útnorðurráðið heldur, at tað er ikki óhugsandi, at NATO aftur fer at útbyggja herstøðirnar í Norðuratlantshavi. Ætlanin við geopolitisku ráðstevnuni er, at londini kunnu fyrireika seg til teirra lut á geopolitiska pallinum, stendur í grundgevingini fyri viðmælinum, sum føroyska sendinevndin legði fyri Útnorðurráðið. Útnorðurráðið hevur eisini viðmæli um, at stjórnin og landsstýrini gera eina frágreiðing um, hvussu til ber at stovna eftirskúlar fyri 14 til 17 ára gomul í Grønlandi, Føroyum og Íslandi. Útnorðurráðið hevur júst havt ársfund í Grønlandi. Ráðið samtykti at heita á stjórnina í Íslandi og landsstýrini í Grønlandi og Føroyum um at kanna, hvussu illa plast dálkar Norðuratlantshavið. Sambært sáttmálanum, sum Landsverk tó ongantíð undirskrivaði, ætlaði Fjarhitafelagið í seinasta lagi nýggjársftan í 2015 at hava lagt fjarhitarørini út í Marknagil. Í uppskotinum um sáttmála stendur síðani verður tá settur hitavekslari saman við orkumátara upp, og verður tí fjarhiti at veita Skúlaheiminum, Handilsskúlanum Marknagilsdeplinum samsvarandi serligari avtalu, sum partarnir skulu semjast um. Íbindingin skuldi ikki kosta landinum nakað. Men afturfyri skuldi Fjarhitafelagið fáa oljufýringina í Skúlaheiminum fyri einki. Sáttmálin millum Fjarhitafelagið og Landsverk skuldi í fyrsta lagi kunna sigast upp í 2035. Landsverk svaraði sama dagin, tann 29. apríl 2013, at tað vildi hava meira at vita um kostnaðin næstu 10 15 árini, og um avrokning. Fjarhitafelagið svarar 8. juni í 2013, at prísurin er 72 oyru fyri kilowatttíman, og tá er meirvirðisgjaldið við. Hesin prísur verður galdandi í tíggju ár. Hann kann tó stillast eftir seks árum. Treytin er tó, at øll orkan, sum Marknagilsdepilin brúkar, er frá Fjarhitafelagnum. Aðrar treytir eru, at Fjarhitafelagið sleppur i gongd við at byggja hitamiðstøðina í Marknagili, at fígging fæst til at útbyggja fjarhitanetið, og at neyðug loyvi fáast til útbyggingina. Sáttmálauppskotið um fjarhita var ikki lagt við, tá Rigmor Dam, landsstýriskvinna, í síðstu viku bað Løgtingið um 13,4 milliónir krónur til jarðhita til Glasir. Tað var høvuðsboðskapurin hjá Angelu Merkel, Francois Hollande og Matteo Renzi, tá leiðararnir í teimum trimum fólkaríkastu ES londunum hildu tíðinafund um framtíðina hjá ES mánadagin. Týski kanslarin, Angela Merkel, franski forsetin, Francois Hollande, og italski forsætisráðharrin, Matteo Renzi, hittust á suðuritalsku oynni Ventotene. Har skulu londini royna at finna stevið undan toppfundinum í Bratislava hálvan september. Øll limalondini í ES uttan Bretland tingast um framtíðina hjá ES eftir Brexit. Evropasamveldið er loysnin á trupulleikunum hjá Evropa, tí tað staðfestir frið, framgongd og frælsi, segði italski forsætisráðharrin sambært italska tíðindamiðlinum, The Local. Franski forsetin, Hollande, ávaraði ímóti nationalismu og individualismu. Hann segði, Evropa kann fáa ágóðan av samanhaldinum, um evropeisku leiðararnir ikki freistast til at ganga sínar egnu leiðir, men heldur hugsa um felagskapin, skrivar The Guardian. Týski kanslarin, Angela Merkel, hevði ongan hug at tosa um eitt tættari samveldi. Týski kanslarin tosar nú um eitt betri Evropa, ikki um meira Evropa. Angela Merkel tosaði um at skapa størv og styrkja ES fíggjarliga. Hon minti á, at ES bleiv til í eini roynd at skapa frið og fyri at standa saman í eini ómetaliga avbjóðandi tíð. Merkel, Hollande og Renzi tosaðu um frælsi, frið og fólkaræði, sum var tað upprunaliga endamálið við ES, men spurningurin er, um tey hava funnið stevið, og um so er, hvat tað skal vera. Stóri spurningurin er, hvussu evropeisku leiðararnir ætla at fyribyrgja, at fleiri lond fara sama veg sum Bretland, og hvat nýggja kósin hjá ES skal vera. Einki bendi á, at Marnar Djurhuus fyri átta mánaðum síðani aftur skuldi gerast rennari á hægsta stigi. Hann hevði ikki runnið í eitt hálvt ár. Hann hevði pínu í rygginum. Og hann vigaði 22 kilo ov nógv. Men so hendi okkurt, og um vikuskiftið vann rennarin tvey FM heiti. Síðani mánadagin hava heilir 15.000 norðmenn meldað seg úr norsku fólkakirkjuni. Mánadagin bar til hjá norðmonnum at melda seg úr fólkakirkjuni á netinum. Spurningurin er so, um hetta er nakað Føroyar áttu at eftirlíka. Ein, sum heldur tað, er Heini Reinert, skrivari hjá felagsskapinum Gudloysi. Men hetta er álvarsamari enn so, og tí er neyðugt við samrøðu, áðrenn ein limar seg úr. Tað heldur Jógvan Fríðriksson, biskupur. Strongd kann ávirka kroppin í meira enn eitt ár eftir, at ein sjúklingur hevur verið strongdur. Tað er niðurstøðan í nýggjari danskari kanning. Tíverri er líkt til, at trupulleikarnir hjá sjúklingum við minninum og evnini at savna seg ikki hvørva í bræði, sigur Anita Eskildsen, ph.d. lesandi, sambært DR. Sjúklingar kunnu stundum stríðast við langtíðarárin av strongd í eitt ár, og í øðrum førum heilt upp í fleiri ár, sigur granskarin, ið hevur gjørt nýggju kanningina. Meginparturin av teimum 56 fólkunum, sum hava verið við í nýggju, donsku kanningini, stríðast við langtíðarárin av strongd eftir meira enn eitt ár. Bara 32 prosent, triðihvør, sigur seg vera heilt frískan eitt ár eftir. 16 prosent, sættihvør, stríðist við langtíðarárin, ið vara longur enn eitt ár. Úrslitið av nýggju donsku kanningini verður kunngjørt í næstu útgávuni av tíðarritinum Stress The International Journal on the Biology of Stress. Reiðarafelagið heldur ikki, at drúgv trygdarskeið loysa trygdartrupulleikarnar á føroysku fiskiskipunum, men mentanin má styrkjast, sigur Herálvur Joensen, stjóri Reiðarafelagið fer seinnapartin at umrøða umfatandi kanningina av arbeiðsvanlukkum í føroysku fiskivinuni ger. Herálvur Joensen vísir á eina røð av ábøtum, sum longu eru gjørdar umborð á fleiri fiskiskipum. Tann gongdin, saman við størri fokus á trygdina, er vegurin at fara, heldur hann. Hinvegin er Reiðarafelagið ikki sannført um, at trygdarskeið í tríggjar vikur, heldur enn eina viku, er loysnin. Útlit eru fyri, at Skúlin á Trøðni skal spara góðar 700.000 krónur komandi fíggjarár. Hetta kemur millum annað av, at næmingatalið er lækkað nakað seinastu árini. Skúlastýrið óttast, at sparingarnar fara at raka næmingarnar. Tað hevur verið sagt leingi, skal vera gott fyri heilsuna hjá fólki. Tað er tað eisini, men tað skal meira til enn tað, vilja fólk hava sum mest burturúr rørslu og venjing. Ein hálvur tími um dagin er ikki nóg mikið í mun til bestu hjartaheilsuna, sigur Kristian Overgaard, ítróttagranskari, við tíðindastovuna Ritzau, skrivar jp.dk Fólk eiga at røra seg hálvan tíma um dagin, er almenna tilmælið frá heilsumyndugleikunum. Men tað er avgjørt eisini minsta kravið, sigur ítróttagranskarin. Hálvur tími um dagin er nóg mikið til at bøta um heilsuna hjá fólki um tey als ikki røra seg ella íðka ítrótt, sigur Kristian Overgaard, granskari, sambært blaðnum. Fólk skulu tó seta meira tíð av og annaðhvørt røra seg ella íðka ítrótt í ein heilan tíma hvønn dag, og ikki bara ein hálvan, er metingin hjá ítróttagranskaranum. Eingin venjingarháttur er betri enn ein annar. Í mun til hjartaheilsuna er reglulig gongd, renning og súkkling gott fyri heilsuna, sigur Kristian Overgaard. Hýsukanningar eru gjørdar síðani í 1997. Mest áhugaverda fyribrigdi hesuferð, var nógva lúsin sum var í hýsumagunum, skrivar Havstovan á heimasíðuni. Hýsa plagar at eta smáar nøgdir av lús, men í ár kom fyri, at lús var høvuðsføðin hjá hýsu á ávísum plássum eystanfyri, sæst í frágreiðing frá túrinum hjá Magnus Heinasyni. Eitt øvugt samband plagar at vera millum nøgd av hýsu og nøgd av lús í maganum. Orsøkin til stóru nøgdina av lús kann vera, at hýsustovnurin hevur verið sera lítil í mong ár. Reiðaríðið Northwest Pelagic hevur kært Vørn til Fiskimálaráðið, tí Vørn hevur sent reiðarínum eina avgerð um, at veiðiloyvið hjá felagnum er dottið burtur. Viðareiðistunnilin fekk ikki ta játtanina, ið brúk var fyri, og tað hevnir seg nú, nakrar dagar áðrenn tunnilin skal takast í nýtslu. Bíliga sproytuasfaltið á koyribreytini kann ikki brúkast. Tað ásannar Ewald Kjølbro, stjóri í Landsverki. Hann gav í gjár boð um at eitt tunt lag av heitum asfalti skal leggjast omaná. Nú er klárt at fara undir FarGen verkætlanina, skrivar Heilsumálaráðið í einum almennum skrivi í dag. FarGen fekk annars nógvar atfinningar í farnu viku frá fyrrverandi landsstýrismanninum í heilsumálum, Hans Paula Strøm. Fyrr í summar avgjørdi Eiðis kommuna at drepa svanapørini og ungar teirra, sum høvdu verið á vatninum við Mølina í fleiri ár. Svanirnir vóru til ampa fyri borgararnar í bygdini, varð sagt. Nú er aftur eitt svanapar á vatninum, og tað fegnast eiðismaðurin, Knút Vesturdal, um. Nei, vit hava ikki løtt byrsurnar, segði Jógvan í Skorini, borgastjóri, í beinleiðis samrøðu av Eiði, nú svanir aftur eru komnir á vatnið við Mølina. Gjógv er eitt av vælumtóktu ferðamálunum, har tey eitt nú fara oman í Gjónna, fara í Ambadal og brúka tænasturnar á Gjáargarði. Stjóri har er Eirik Suni Danielsen, og hann sóknast eftir einum yvirskipaðum kjaki um føroyska ferðavinnu, nú ferðafólkatalið veksur. Umframt at fleiri lótu lív, verður leitað eftir fólkum sum liggja undir húsaleivdum. Serliga hart rakti skjálvtin býin, Amatrice, har helvtin av býnum er lagdur í oyði, og vegirnir til og úr býnum kunnu ikki nýtast. Fólk í Rom merktu jarðskjálvtan, hóast høvuðstaðurin liggur 170 kilometrar frá jarðskjálvtamiðdeplinum. Jarðskjálvtar eru vanligir í Italia. Í einum skjálvta í 2009 lótu yvir 300 fólk lív, og í mai í 2012 lótu 23 fólk lív, tá tveir jarðskjálvtar við 10 daga millumbili raktu norðrara partin av landinum. Bill Justinussen, sum er limur í Fíggjarnevndini, er í Grønlandi við Útnorðurráðnum. Ruth Vang, forkvinna í Fíggjarnevndini, vil helst hava allar teir føstu limirnar í nevndini við, tá nevndin avgreiðir málið og skrivar álit. Møguliga fær onkur av teimum, sum vóru á fundi við nevndina mánadagin, boð um at koma aftur næsta mánadag. 20 fólk vóru á fundinum hjá Fíggjarnevndini mánadagin. Tey vóru fyri SEV, Tórshavnar kommunu, Fjarhitafelagið, P f SMJ, Innlendismálaráðið, Mentamálaráðið, Umhvørvisstovuna, P f Demich, Glasir og Landsverk. Løgtingsfundur verður ikki aftur fyrr enn fríggjadagin í næstu viku, tann 2. september. Útnorðurráðið er burturstatt í hesari vikuni. Og frá sunnudegnum til mikudagin verður árligi fundurin millum formansskapin í Fólkatinginum og formansskapin í Løgtinginum. Tann fundurin verður í Danmark. Sambært lógaruppskotinum hjá Rigmor Dam um jarðhitan hevur málið stóran skund. Í viðmerkingunum um uppskotið stendur, at sera umráðandi er, at Landsverk fær neyðuga heimildina at fara undir jarðhitan síðst í august, fyri at sleppa undan seinkingum í arbeiðinum. Annars kann seinkingin dýrka byggingina í Marknagili og útseta skúlabyrjanina, sum sambært galdandi tíðarætlan verður í august næsta ár. Pengarnir skulu tó ikki játtast fyrr enn næsta ár, hóast heimildin krevst nú. Eykabýráðsfundur skuldi vera um málið týskvøldið. Men sambært in.fo fór málið aftur í Mentanarnevndina, tí Fíggjarnevndin stutt fyri fundin í gjárkvøldið boðaði frá, at málið var ikki búgvið at avgera. Nýggjar upplýsingar eru komnar um málið. Sambært fundarskránni fyri eykabýráðsfundin var innboðin lisitatión um graslíkið mánadagin í síðstu viku. Fimm feløg vóru boðin við, og trý komu við tilboði. Landsbyggifelagið kannaði tilboðini fyri býráðið. Niðurstøðan er, at lægsta tilboðið lýkur ikki krøvini í útbjóðingartilfarinum, hini bæði tilboðini eru ov dýr. Umsitingin hjá býráðnum mælti til at bjóða graslíkið út av nýggjum, og tað gjørdi minnilutin í Mentanarnevndini, Jógvan Arge, eisini. Men meirilutin í nevndini, Helena Dam á Neystabø, Tróndur Sigurðsson, Sigrun Mohr og Annfinn Brekkstein, mælti býráðnum til at taka av lægsta tilboðnum, sum 2,3 milliónir krónur uttan meirvirðisgjald. Men sambært in.fo varð eingin atkvøðugreiðsla týskvøldið. Kommunan hevur sett av góðar 17,6 milliónir krónur til fótbóltsvøllin í Hoyvík. Tað sigur hon við donsku tíðindastovuna, Ritzau. Hon sigur, at flokkurin kom til ta niðurstøðu, at hon kundi velja ímillum at fara úr Fólkatinginum og at lata varalimin taka sæti har. Ella kundi hon halda fram í Fólkatinginum, og ikki vera limur í Siumut, men uttanflokka. Aleqa Hammond sigur, at hon valdi at fara úr Siumut, tí hon vildi ikki siga fólkatingssessin frá sær. Tí heldur Aleqa Hammond fram í Fólkatinginum. Hon sigur at hon fekk nógvar atkvøður á fólkatingsvalinum, og fer at virka fyri teimum málum, sum hon varð vald uppá. Aleqa Hammond kom í andróður um vikuskiftið, tá tað kom undan kavi, at hon hevði nýtt 13.000 krónur av einum pengakorti hjá Fólkatinginum til egna nýtslu. Prísurin lækkar eftir at ein uppgerð vísir, at amerikansku oljugomslurnar eru størri enn roknað varð við. Samstundis hevur oljumálaráðharrin í Irak biðið oljufeløgini í landinum um at økja søluna av olju, so landið fær størri inntøkur av oljuni. Oljuprísurin hækkaði í gjár, tí ábendingar komu um, at londini í OPEC fara at mæla til at minka søluna av olju, tá tey hittast á fundi í september. Iran hevur boðað frá, at landið verður við á OPEC fundinum í Algeria, og at landið fer at stuðla einum uppskoti um at minka um søluna, fyri at fáa prísin á olju í eina tryggari legu. Eygleiðarar rokna ikki við at oljuprísurin fer at hækka stórvegis, eftir at amerikansku oljugoymslurnar eru størri, enn mett var, tí nógva summarkoyringin í USA er um at vera av, og tí fer ølju og bensinsølan at minka. Í dag verður ein tunna av WTI olju, sum skal latast í oktober, seld fyri góðar 47 dollarar fyri tunnuna, og Brent oljan fyri góðar 49 dollarar fyri tunnuna. Tað er á leið ein dollara lægri enn í gjár. Minst 18 fólk eru higartil funnin deyð eftir ein jarðskjálvta miðskeiðis í Italia í nátt. Jarðskjálvtin varð máldur til 6,2 á Richter stiganum, upplýsa myndugleikarnir. Býurin er ikki longur her, sigur borgarstjórin í býnum Amatrice, ið er ein av harðast raktu býunum eftir jarðskjálvtan sambært BBC. Trupult er hjá myndugleikunum at fáa fult yvirlit yvir støðuna í løtuni, tí nógv hús og bygningar eru rapað, og fólk liggja undir leivdunum. Eisini innanlands í Grønlandi skal prísurin lækka. Stjórin í Royal Arctic Line, Verner Hammeken, sigur, at felagið er sinnað at lata einkarrættin til farmaflutningin frá sær, so neyðug kapping kemur í. Royal Arctic Line og Eimskip skrivaðu undir eina samstarvsavtalu í mai, og feløgini hava ætlanir um at byggja trý nóg stór bingjuskip, ið skulu taka sær av farmaflutninginum til og úr Grønlandi og innanlands í Grønlandi. Frozen Fever ella Frozen 2 er á veg. LGBT í Amerika leggur nú trýst á Disney fyri at fáa Elsu í Frozen samkynda í næsta filminum, Frozen 2. 6. mai 1976 976 fólk lótu lív og 70.000 vórðu heimleys tá ein jarðskjálvti, ið máldi 6,5, rakti Friuli í landnyrðingspartinum í Italia 23. november 1980 2.735 fólk doyðu og 7.500 onnur fingu skaða tá ein jarðskjálvti rakti eitt stórt øki í Naples. Skjálvtin máldi 6,5 31. oktober 2002 30 fólk lótu lív, meginparturin børn, tá ein jarðskjálvti, ið máldi 5,9, rakti San Giuliano di Puglia í Miðitalia Tað var fyri at spara eina millión krónur, og harafturat hevur vøllurin í lægsta tilboðnum FIFA góðkenning. Tí lurtaði meirilutin í Mentanarnevndini hjá Tórshavnar býráði hvørki eftir Landsbyggifelagnum ella embætisfólkunum hjá býráðnum, tá meirilutin mælti býráðnum til at taka av lægsta tilboði upp á graslíkið á Hoyvíksvøllin. Tað sigur forkvinnan í Mentanarnevndini, Helena Dam á Neystabø. Kommunan hevur sett av góðar 17,6 milliónir krónur til fótbóltsvøllin í Hoyvík. Tað ásannar landsstýriskvinnan í mentamálum, sum hevur ábyrgdina av trygdarskeiðnum til føroyskar fiskimenn. Nú staðfestir nýggj kanning, at dekkið á fiskiskipi er vandamiklasta arbeiðsplássið. Kortini verður trygdarskeiðið ikki broytt aftur, í hvussu er ikki í fyrstu atløgu. Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, sigur seg vilja taka málið um trygd á sjónum upp í breiðum høpi. Men trygdarskeiðið til tey, sum mynstra fyrstu ferð, verður ikki broytt. Í hvussu er ikki í fyrstu atløgu. Tað váttar Hilmar Eliasen, stjóri. Nýggja ferðaætlanin verður almenn fyrsta dagin, sigur strandferðslustjórin. Hann hevði fund við manningina á Teistanum 18. august um ferðaætlanina. Eg haldi, at uppskotið um nýggju ferðaætlanina hjá Teistanum leggur upp fyri ymisku sjónarmiðunum, og hvat vit sum reiðarí hava orku til, sigur Hilmar Eliasen við útvarpið. Nógv mótmæli komu úr Hesti og Sandoynni, og politikarar funnust eisini at ætlanini hjá Strandferðsluni at gera smærri broytingar í ferðaætlanini um Skopunarfjørð fyrst í august. Tær flestu broytingarnar vórðu síðani tiknar aftur. 23. juni atkvøddu 52 prosent av bretum fyri, at Bretland skal fara burtur úr ES. Men tað er ikki vist, at politikararnir fara gera tað, sum meirilutin avgjørdi. Owen Smith, ið stillar upp til formansvalið í andstøðuflokkinum Labour, sigur, at hann fer at forða fyri, at Bretland tekur seg úr ES, verður hann valdur til formann. Í parlamentinum fara vit at atkvøða móti øllum uppskotum um at seta grein 50 í verk, til Theresa May, forsætisráðharri, lovar at skipa fyri einari fólkaatkvøðu aftrat, ella parlamentsval verður útskrivað, sigur Owen Smith. Tað er framvegis ógreitt, um parlamentið skal atkvøða um málið, áðrenn grein 50 í sáttmálanum, ið snýr seg um mannagongdir, tá eitt land tekur seg úr ES, verður sett í verk. Men skal málið fyri undirhúsið, fer Owen Smith at royna at forða fyri, at tað verður samtykt. Owen Smith er í løtuni einasta mótvalevni hjá sitandi formanninum í Labour, Jeremy Corbyn. Nú verður ein loysn funnin. Tað sigur Johnny í Grótinum, stjóri á Landssjúkrahúsinum, um screeningina fyri brótskrabba, ið leingi hava verið í úmbúna. Hóast 10 mánaðir eru lidnir, síðan roynt varð at fáa ein røngtenlækna í starv á fyrsta sinni, er eingin lækni settur enn at gera screeningarnar. Men nú er ein onnur loysn á veg, sigur Johnny í Grótinum, stjóri. Hann sigur, Landssjúkrahúsið hevur fingið útlendsk tilboð, sum leiðslan nú skal taka støðu til. Áttinda sendingin í røðini hevur vitjan úr London. Sjúkrarøktarfrøðingurin, Margret Mortensen, ið nú eisini virkar sum psykoterapeutur, varð fødd á Sandi í 1960. Sekstan ára gomul fór hon til Havnar, og áttatiárini var hon í Danmark, har hon varð útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur við sergrein í krabbameini. Tá ambolatorium ella krabbameinsdeild varð stovnsett í Føroyum, hevði Margret sín týðandi lut. Margret Mortensen ferðast millum London og Føroyar, her hon við psykoterapi sum amboð hjálpir føroyingum at fáa eitt betri lív. Mest aktuella verkætlanin er at stuðla fólki víðari, sum eru farin gjøgnum hjúnaskilnað. Eins og sendinginum frammanundan, er ein lítil spurnarkapping eisini partur av Radio Ga Ga hesaferð. Ein spurningur er, hvør heilt serlig tónleikaætlan byrjaði tann 1. august 1981, tá Video Killed The Radio Star varð brúkt sum byrjanarlag. Fyrst tosar Jákup við Lenu Reinert, sum greiðir frá kirkjuni í Kaldbak, ættarnavninum Reinert, bygdini Kaldbak og hennara kirkjugørðum. Maria var eisini í Kaldbak, har hon fyrst hitti bóndan Í Útistovu, Hans Petur Nolsøe, ið millum annað greiddi frá førleikanum, ein eigur at hava, um ein vil virka sum bóndi. Í Kaldbak fór Maria eisini í skúlan, har hon hitti fleiri 5. floks næmingar og prátaði við læraran, Rudolf Joensen, sum í 15 ár hevur undirvíst í Kaldbaks skúla, har 31 næmingar ganga. Seinni partur av sendingini var beinleiðis av Hvítanesi, sum er ein bygd í Tórshavnar Kommunu. Jákup hitti Esmar Joensen, lim í Hvítanesnevndini hjá býráðnum, men sum fyrst og fremst er hvítanesmaður við stóra H. Hann greiddi frá skelsandinum á helluni niðri á nesinum og bæði skakandi og hugaligum tilburðum á Hvítanesi í lívi sínum. Hann er 41 ára gamal. Prátað varð um kommununa, tá Meiken Sólheyg Michaelsen, borgarstjóri, greiddi frá oynni sum búpláss við øktum fólkatali. Páll Gunnhard Poulsen segði frá viðarlundini, náttúruni um Kunoyarbygd, og Mylluni, ið hann heldur vera einasta virkandi hvørn í landinum. Í Haraldssundi greiddi Brandur Klettskarð í Kongsstovu frá gamla El húsinum, ið varð tikið í nýtslu í 1949. Hann og aðrir menn arbeiða fyri einki við at umvæla El húsið, og teir hava eisini fingið fatur í gomlu vatnturbinuni, umframt at savnsfelag er stovnað. So á hesum økinum hendir nakað í Haraldssundi, har fleiri fólk búsetast enn heima í Kunoy. Ein av hesum monnum er Jákup Jakobsen, ið sum Brandur er av Skarðsætt, og hann greiddi okkum frá ymsum um ta avtoftaðu bygdina, Skarð, ið ikki hevur verið fólkað síðan 1919. Langabbi Jákup var við bátinum, sum fórst við sjey skarðsmonnum í 1913. Sendingina endaðu Maria og Jákup við at fara á seiðaberg í Haraldssundi saman við Jógvani á Høvdanum, yngra, og ein ungur drongur, Aron, var á bryggjuni. Bjargingarlið leita framvegis eftir fólkum í fleiri smáum býum og bygdum í økinum, sum vóru lagdir í oyði, og tí er vandi fyri at enn fleiri verða funnin deyð, upplýsa myndugleikarnir. Hesin jarðskjálvtin minnir nú um harða jarðskjálvtan sum rakti miðitalia í 2009, tá 309 fólk lótu lív. Jarðskjálvtin í gjáranáttina varð máldur til 6,2 á richter stiganum. Í gjár vóru minst 100 efirskjálvtar í Italia, tann harðasti varð máldur til 5,4. Í nátt og morgun eru eisini eftirskjálvtar, sum hava rakt fólk, skrivar italska tíðindastovan, Ansa. Í gjár kunngjørdi Mentamálaráðið námsskipan fyri hesar serbreytir, so skúlaleiðslur og lærarar hava sama leist at leggja skúlagongdina til rættis eftir. Serbreytir eru í Miðnámi á Kambsdali, í Tekniska skúla í Klaksvík og í Glasi í Smiðjugerði. Harfturat eru tveir serflokkar fyri næmingar við autismu í Glasi í Hoydølum. Flokkarnir í Hoydølum ganga tó eftir vanligum námsætlanum. Námsskipanin fyri serbreytirnar er gjørd eftir sama leisti sum námsætlanirnar í miðnámsskúlunum. Harumframt lýsir hon samleika, endamál, innihald, tímatal, førleikamál, eftirmeting og próvtøku, og hvussu undirvísingin skal skipast. Nordregio, sum er granskingarstovnur hjá Norðurlendska ráðharraráðnum, hevur kannað, hvat krevst fyri at menna økini í Arktis. Niðurstøðan er, at fyritreytin fyri góðum og sunnum búskapi er, at fólkið er virkið. Fólki dámar væl at virka og eiga í egnum umhvørvi, og tey vilja eisini ávirka sína egnu framtíð, sigur Rasmus Ole Rasmussen, granskari hjá Nordregio. Øll londini í Útnorðuri hava tað felags, at fyri at tryggja menning, er neyðugt, at fólkið á staðnum vil gera sítt í nærsamfelagnum, og at tey ungu ikki flyta haðani. Harafturat er umráðandi, at vinnulívið dugir at leggja um og broyta, um tað krevst. Nú verða viðmæli gjørd burtur úr kanningini, og politikarar í Útnorðri fáa viðmælini í heyst, verður sagt í tíðindaskrivi. Tíðliga næsta ár hevur Útnorðurráðið ráðstevnu í Føroyum um dreingirnar, sum ikki klára seg so væl í skúlanum og heldur ikki fara undir hægri útbúgving. Børnini kunnu ikki ganga eftir vegnum her hjá mær, tí likkurnar skjóta seg niður eftir teimum. Tað sigur Randi Waag Jacobsen í Klaksvík við vp.fo Tað eru ikki bara børnini, ið likkurnar leypa á. Kvinnan sjálv varð eisini álopin av likkum, tá hon hevði ørindi í postkassanum mikudagin. Randi Waag Jacobsen er nú so troytt av likkunum, ið gera seg inn á fólk, at hon hevur ringt til løgregluna fyri at vita, um løgreglan kann hjálpa sær. Enn er ikki greitt, um løgreglan fær hjálpt fólkunum, ið eru plágað av likkunum. Randi Waag Jacobsen roknar við, at løgreglan kemur á staðið í dag, skrivar vp.fo Freistin at søkja um barsilspengar verður ikki longd, hóast umsøkjari ikki finnur umsóknarblaðið á heimasíðuni barsil.fo., ella sigur seg hava fingið skeivar upplýsingar frá teimum, sum umsita skipanina. Tað hevur Kærunevndin, sum viðger kærur um avgerðir hjá Barsilsskipanini, avgjørt. Ein pápi fekk ikki pengar frá barsilsskipanini, tí hann søkti 12 dagar eftir at freistin, sum er seks mánaðir, var farin. Orsøkin til, at maðurin søkti eftir at freistin var farin, var, segði maðurin, at hann fann ikki umsóknarblaðið á barsil.fo, hóast hann leitaði har óteljandi ferðir. Tá hann so spurdi TAKS, sum umsitur Barsilsskipanina, um mamman og pápin skuldu senda sama umsóknarblað, fekk hann har at vita, sambært niðurstøðuni hjá Kærunevndini, bæði skuldu senda sama skjal og tíðarfreistin var ikki so avgerandi. Sambært Kærunevndini stóðst misskiljingin av, at pápin inni á barsil.fo ótalliga ferðir hevði leitað eftir skjalinum, sum pápin skuldi fylla út. Tá hann til síðst fór oman á TAKS í Tórshavn og spurdi um tað, vísti tað seg at vera eitt og sama skjal, sum mamman og pápin skuldu fylla út. Pápin vísti eisini á, at hann spurdi damuna handan diskin, hvat hann so skuldi gera. Tá segði hon, at tey plaga ikki at ganga so høgt upp í freistina. Tí avgjørdi pápin at søkja alíkavæl. Kærunevndin staðfesti avgerðina hjá Barsilsskipanini við teirri grundgeving, at umsóknin um barsilspening skal latast inn innan seks mánaðir eftir barnsburð. Um umsóknin ikki verður latin inn fyri hesa freist, fellur rætturin til barsilspening burtur. Kærunevndin sigur eisini, at tað stendur á umsóknarblaðnum um barsilspening til løntakaran, at freistin at søkja er seks mánaðir eftir barnsburð. Har stendur eisini, at um mamma og pápi bæði søkja um barsilspening, skulu tey fylla út hvørt sítt umsóknarblað. Hon sigur, at Heilsutrygd søkir regluliga, bæði í føroyskum og donskum miðlum, eftir kommunulæknum í fast størv í Føroyum. Men tað er sera trupult at fáa sett leysu størvini. Tá ein kommunulækni fer úr fasta starvi sínum, er nærum ógjørligt at manna starvið aftur við kommunulækna í føstum starvi. Tað ber bara til í Havn, sigur landsstýriskvinnan. Í hinum størvunum eru avloysarar, aloftast útlendingar, sum koma og fara. Síðani 2003 hevur borið til at taka serútbúgving sum kommunulækni í Føroyum. Higartil hava 16 tikið hesa serútbúgving, ella partar av henni, í Føroyum. Flestu teirra arbeiða nú í Føroyum. Í løtuni eru 13 læknar í serútbúgving í Føroyum. Tann fyrsti teirra verður um eina viku. Sirið Stenberg sigur, at serfrøðin mælir til at skipa heilsuøki við heilsudeplum fyri at fáa kommunalæknar í fast starv. Strembað verður eftir, at heilsudeplar vera í øllum heilsuøkjum 1. januar 2018. Lógir og reglur verða ikki hildnar umborð á Teistanum. Tað sigur Føroya Skipara og Navigatørfelag, sum vil hava innlit í ferðaætlanina og vaktarskema í nýggju ferðaætlanini hjá Teistanum millum Skopun og Gomlurætt. Skipara og Navigatørfelagið vil sum partur í málinum hoyrast áðrenn nýggja ferðaætlanin hjá Teistanum verður kunngjørd. Sum er nýggja ferðaætlanin í stríð við lógir og reglur, sigur Annfinnur Garðalíð, formaður í Skipara og Navigatørfelagnum. Fólkaheilsa, løgreglan, Amnesty og Almannaráðið eru við í samstarvinum Samtykki. Átakið er gott, men tó ov konservativt, tá tað snýr seg um kynsleiklutirnir í átaksfilmunum. Samstundis er átakið eisini við til at styrkja traditionellu teir heldur óhepnu kynsleiklutirnar í samfelagnum, sigur Suni Poulsen, sálarfrøðingur. Atlantic Petroleum hevur verið í tungum sjógvi seinasta árið, men nú væntar stjórin, at felagið fer at hóra undan. Orsøkin er, at felagið hevur gjørt eina avtalu við bretska felagið British Oil and gas um eitt lán uppá upp til átta milliónir pund í trý ár. Tað kunngjørdi felagið fyrrapartin, tá roknskapurin fyri annað fjórðingsár varð almannakunngjørdur. Hoyr samrøðuna við Ben Arabo, stjóra í Atlantic Petroleum. Mong eru tey, sum kenna Mads Vinter frá tíðini hann var rektari í Hoydølum. Onnur kenna hann sum studentaskúlalærara, sum verkfrøðing, kórsangara ella enntá sum tangodansara. Mads er fleiri ferðir givin á arbeiðsplássinum, men boð hava meira enn einaferð verið eftir honum aftur, og tað er bara hugnaligt heldur hann so leingi hann ikki hevur aðrar ætlanir. Allan Mørkøre og Andr Olsen, viðmerkjarar hjá kringvarpinum, tosa um týdningin av tílíkari finalu, og hvat royndirnar hava at siga. Báðir vilja tó vera við, at KÍ er ein lítil favorittur, og at Alli hjá KÍ skal vera glaður um at sleppa at vera partur av finaluni. Fíggjarnevndin hevur fund í næstu viku. Tá verður umbønin frá stjórnini um fleiri pengar viðgjørd. Ábyrgdin av málsøkinum er flutt frá Uddannelses og Forskningsministeriet til Energi , Forsynings og Klimaministeriet. Pengarnir verða brúktir til at eyðmerkja landgrunsleiðirnar, ið skulu brúkast í krøvunum til ST um nýggjan landgrunn. Danmark hevur fimm slík krøv, tvey fyri Føroyar og trý fyri Grønland. Neyðugt er nú at játta fleiri pengar í 2016, so arbeiðið ikki steðgar. Hildið verður eisini, at neyðugt verður at hækka játtanina hálva aðru millión krónur árini 2017 2020. FarGen verkætlanin fer nú av bakkastokki, hóast ongar av teimum broytingum, sum ársgamalt álit um gengranskingarøkið leggur upp til, eru gjørdar. Álitið frá einum serfrøðingabólki mælir til eina røð av lógarbroytingum, ið skulu tryggja einstaka borgaran. Tað arbeiði er í gongd, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, sum kennir seg púra trygga við FarGen, hóast tilmælini frá serfrøðini ikki eru gjørd enn. Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, sum hevur svarað spurningum frá Magnusi Rasmussen, løgtingsmanni í Sambandsflokkinum. Níggju kommunulæknadømi eru í Føroyum, men bara eitt av teimum níggju kommunulæknadømunum í Føroyum er fullmannað við læknum í føstum starvi, tað er í Suðurstreymi. Sirið Stenberg sigur, at Heilsutrygd søkir regluliga, bæði í føroyskum og donskum miðlum, eftir kommunulæknum í fast størv í Føroyum. Men tað er sera trupult at fáa sett leysu størvini. Í hinum størvunum eru avloysarar, aloftast útlendingar, sum koma og fara. Síðani 2003 hevur borið til at taka serútbúgving sum kommunulækni í Føroyum. Higartil hava 16 tikið hesa serútbúgving, ella partar av henni, í Føroyum. Flestu teirra arbeiða nú í Føroyum. Í løtuni eru 13 læknar í serútbúgving í Føroyum. Tann fyrsti teirra verður um eina viku. Sirið Stenberg sigur, at serfrøðin mælir til at skipa heilsuøki við heilsudeplum fyri at fáa kommunalæknar í fast starv. Strembað verður eftir, at heilsudeplar vera í øllum heilsuøkjum 1. januar 2018. Føroya váðaráð skal eisini geva peningastovnunum í Føroyum ávaringar og tilmæli, hóast bankar og sparikassar í Føroyum eru danskt málsøki og tí eru undir danska váðaráðnum, Det Systemiske Risikor d. Føroya váðaráð fer at lata Skráseting Føroya, Tryggingareftirlitinum ella landsstýrinum tilmæli og ávaringar. Landsstýrið kann til dømis brúka tilmæli frá Váðaráðnum at gera uppskot um lógir ella lógarbroytingar. Landsstýrið ætlar eisini at fáa samstarv við danska Fíggjareftirlitið, so Váðaráðið haðani kann fáa at vita um møguligar váðar í føroyska bankakervinum, váðar, sum kunnu raka alt samfelagið. Bill Justinussen spurdi millum annað, um føroyskir myndugleikar kunnu áleggja føroyskum peningastovnum størri kapitalkrøv. Kristina Háfoss svarar, at danskir myndugleikar geva peningastovnunum í Føroyum krøv um kapital. Føroya váðaráð skal tryggja, at føroyskir myndugleikar í góðari tíð fáa ávaringar um fíggjarligar váðar í samfelagnum, og tilmæli um átøk, sum kunnu fyribyrgja, at fíggjarligir váðar gerast til framtíðar fíggjarkreppur, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna. Ein nýggj handilsavtala má gerast millum Føryar og Ísland. Tað heldur Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis og vinnumálum. Men í vinnuni hava tey ilt við at síggja tørvin á eini nýggjari avtalu, sum skal avloysa Hoyvíkssáttmálan. Tað er greitt tekin um, at ferðavinnan má samskipast betur við atliti at náttúruni og lokalsamfeløgunum, heldur Súsanna Laursen, stjórnmálafrøðingur við servitan um burðardygga ferðavinnu. Arbeitt verður av øllum alvi fyri at finna fólk á lívi undir húsatoftunum, meðan tað enn ber til, eftir jarðskjálvtan í Miðitalia gjáranáttina. Hvat hendir, um tú meldar teg úr fólkakirkjuni Kanst tú framvegis giftast í kirkjuni Og hvussu er við jarðarferðini hjá einum, sum ikki er limur Kára Bjarnadóttir Jakobsen og Maria Ziskason Nesá vóru í útvarpsstovuni í Havn, har kunnað og køn fólk innan ferðavinnu vitjaðu. Jákup Magnussen tók sær av eykatemanum, ið var um amerikanska rokkbólkinum, Boston, og tess fyrstu útgávu, sjálvheitisplátuna Boston, ið kom á marknaðin tann 25. august í 1976. Í sendingini hoyra vit brot úr sendingum í summar, har fólk kring um í oyggunum siga sína hugsan um vaksandi ferðavinnuna. Fyrsta nýggja samrøðan var við Súsonna Lauridsen, sum í samband við virkislesnað hevur skrivað uppgávu um burðardygga ferðavinnu. Millum annað vísir on á, at náttúrugransking í samband við ferðavinnuna kann avdúka onnur náttúruviðurskifti, ið vit eiga at taka álvarsliga. Í seinna tímanum var ein gjøll samrøða við Gunvør Balle og Jóan Pauli Helgason, ið sita í nevndini, sum Uttanríkis og vinnumálaráðið hevur sett at gera eina heildar og virkisætlan fyri innlendismenning av ferðavinnuni. Nevndin skal orða ítøkiligt tilmæli til átøk og lýsa fyrimunir og vansar. Fíggjarmálaráðið kann ikki gera mun á tænastufólkum. Tey eiga øll at hava somu rættindi. Tað er kjarnin í einari stevning hjá Serlæknafelagnum um fráfaringaraldur. Serlæknafelagið hevur stevnt Fíggjarmálaráðnum, tí hjá øllum tænastufólkum uttan yvirlæknunum, er fráfaringaraldurin 67 ár. Hjá yvirlæknum er hann 70 ár. Tænastumannalógin sigur 70 ár. Men í 1993 varð sáttmáli gjørdur millum landsstýrið og Tænastumannafelagið um 67 ár. Sambært Fíggjarmálaráðnum er tann sáttmálin ikki galdandi fyri yvirlæknar. Í sáttmálasamráðingunum í 2012 royndi Serlæknafelagið at fáa 67 ára fráfaringaraldur í sáttmálan, men tað vildi Fíggjarmálaráðið ikki, sambært felagnum. Umframt grundregluna um, at øll eiga at hava sama rætt, líkheitsprinsippið, sum tað eitur í løgfrøðini, hevur fráfaringaraldurin týdning, tá eftirlønin hjá yvirlæknum skal roknast. Serlæknafelagið hevur eisini eina aðra óloysta trætu við arbeiðsgevaran. Hon er um yvirtíð. Læknar eiga nógvar milliónir krónur til góðar í yvirtíð. Á fyrireikandi rættarfundi í gjár varð upplýst, at sáttmálasamráðingar millum Serlæknafelagið og Fíggjarmálaráðið vera í november. Tá er ætlanin bæði at viðgera fráfaringaraldurin og yvirtíðina. Ein kommunulækni í Havn er ákærdur fyri 11 lógarbrot móti 10 kvinnum frá 2010 til 2014. Hann er millum annað ákærdur fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á kvinnurnar, meðan tær vóru til kanningar. Til samans meldaðu 18 kvinnur kommunulæknan, men í fimm førum var málið fyrnað. Í einum føri varð eitt mistak gjørt, sum hevur við sær, at málið kann ikki fara í rættin I einum føri varð ikki mett, at nakað ólógligt er framt. Hoyr samrøðuna við Lindu Hesselberg, ákæra hjá løgregluni. Men í Fugloynni er fíggjarliga støðan so góð, at kommunan eigur 164.000 krónur eftir upp á fólkið, tá skuld og ogn eru mótroknaðar. Sambært nýggjari kunngerð kunnu tey, sum klandrast um upphavsrætt til vard verk og til dømis um samsýning fyri at brúka verk, sum lógin um upphavsrætt verjir, biðja landsstýrisfólkið í mentamálum tilnevna óheft semingsfólk. Samstundis sum partarnir geva landsstýrisfólkinum uppskot um semingsfólk, lata teir tilmæli um, hvussu nógv semingsfólkið skal hava fyri ómakin. Kunngerðin sigur, at semingsfólkið og varasemingsfólkið skulu vera løgfrøðingar og hava innlit í upphavsrætt. Partarnir, sum vilja hava seming, rinda tað, sum semingin kostar, so sum samsýningina hjá semingsfólkinum. Fyri at tryggja, at semingsfólkið fær sínar pengar, skal metti kostnaðurin latast peningastovni í varðveitslu, áðrenn semingsroyndin byrjar. Undantaksstøða er nú lýst í harðast raktu økjunum í Miðitalia eftir jarðskjálvtan mikunáttina. Hann varð máldur til 6,2 á richterstiganum. Jarðskjálvtin hevur elvt til so stórar oyðileggingar, at Matteo Renzi, forsætisráðharri, hevur biðið um 365 milliónir krónur í fyribils kreppuhjálp. Forsætisráðharrin hevur eisini avtikið avgjøld og skatt hjá fólkunum, sum búgva á teimum økjunum í Miðitalia, sum vórðu harðast rakt. Løgtingsmaðurin spurdi løgmann, hví fyrningarfreistirnar, sum komu í Danmark í 2008, ikki eisini eru galdandi í Føroyum. Í Danmark eru fyrningarfreistirnar fyri skuld í peningastovnum trý ella tíggju ár. Løgmaður svarar, at tá danska lógin skuldi dagførast í 2007, sendi Ríkiumboðið málið til hoyringar hjá føroyska Innlendismálaráðnum, sum ikki svaraði. Málsøkið skuldi yvirtakast, og so kundu føroyingar sjálvir dagføra lógina. Málsøkið varð yvirtikið 1.januar í 2010. Lógin er ikki dagførd enn. Og eingin ítøkilig ætlan er um nakra dagføring, sigur løgmaður. Almenna steypakappingin í føroyskum mansfótbólti byrjar í 1955. Tá verður spælt um serstakt bikar, sum feløgini á Ísafirði í Íslandi høvdu givið ÍSF at lata føroysk feløg kappast um. KÍ er við fyrstu trý árini, men fer so burturúr. Í 1965 byrjar kappingin um fyrstu Ísafjarðarsúluna. Nú er KÍ við aftur. Og í 1966 er KÍ í finaluni móti HB. Finaludysturin verður spældur á uttanveltaðum vølli í Sarpugerði í Norðragøtu 4. september. KÍ hevur nú funnið ta manningina, sum ger hol í sjógvin í føroyskum fótbólti. Teir vinna greipuna bæði í 1966 og 1967. Her er brot úr útvarpsfrásøgnini frá steypafinaluni fyri hálvari øld síðan. KÍ vann dystin 4 2. Tað er fyrsti sigurin hjá KÍ í steypakappingini. Olvheðin Jacobsen skeyt hattrikk í finaludystinum í 1966. 19 ára gamli Jógvan Arge útvarpaði. Higartil eru 267 fólk funnin deyð. Nógv tey flestu, til samans 193, vórðu stødd í lítla fjallabýnum Amatrice. Vanliga búgva umleið 2500 fólk í Amatrice, men um summarið eru nógv fleiri í býnum. Sambært BBC doyðu tríggir bretskir ríkisborgarar í Amatrice, teirra millum ein 14 ára gamal drongur og familja hansara. Tveir rumenar eru eisini deyðir, upplýsir rumenska uttanríkisráðið. Myndugleikarnir í Spania, Kanada og El Salvador hava eisini váttað, at ríkisborgarar í hesum londum hava latið lív í jarðskjálvtanum. Í minsta lagi 365 fólk hava fingið skaða. Jarðskjálvtin varð máldur til 6,2 á richter stiganum, og hann hevði miðdepil 75 kilometrar í landsynning úr Perugia, sum er høvuðsbýurin í Umbria landspartinum. Brynhild Thomsen er vertur í orðaskifti um Søgan um ríkisfelagsskapin beint eftir sendingina. Gestur í sjónvarpsstovuni Jóannes Eidesgaard. Brynhild Thomsen er vertur í orðaskifti um Søgan um ríkisfelagsskapin 4 6 beint eftir sendingina. Gestur í sjónvarpsstovuni Hans Andrias Sølvará, lektari. Brynhild Thomsen er vertur í orðaskifti um Søguna um ríkisfelagsskapin beint eftir sendingina. Gestur í sjónvarpsstovuni Jógvan Arge. Brynhild Thomsen er vertur í orðaskifti um Søgan um ríkisfelagsskapin beint eftir sendingina. Gestur í sjónvarpsstovuni Sámal Tróndur Finnsson Johansen, søgufrøðingur. Brynhild Thomsen er vertur í orðaskifti um Søgan um ríkisfelagsskapin beint eftir sendingina Søgan um ríkisfelagsskapin. Gestur í sjónvarpsstovuni Hans Andrias Sølvará, lektari. Felagsskapurin millum Danmark, Grønland og Føroyar stendur fyri avbjóðingum. Nógvir grønlendingar og føroyingar halda, at Danmark hevur framvegis ov stóra ávirkan á teirra samfeløg, og teir síggja onnur perspektiv. Veðurlagsbroytingar og globalisering lata upp fyri nýggjum handilsleiðum, olju, mineralum og ávirkan. Í fleiri hundrað ár hevði Danmark óavmarkað vald yvir Grønlandi og Føroyum men trongdin til sjálvræði hevur leingi skorað á. Í hesi røðini siga vit frá søguni tey seinastu 300 árini um møti millum veiðumenninar, missionerarnar, kongarnar og fiskimenninar. Er framvegis grundarlag undir einum felagsskapi . Brynhild Thomsen er vertur í orðaskifti um Søguna um ríkisfelagsskapin beint eftir sendingina. Gestur í sjónvarpsstovuni er Jóan Pauli Joensen, professari. Harumframt er hann ákærdur fyri, og hetta er sambært ákæranum álvarsamasta brotið, at við anden ulovlig tvang at hava noytt eina kvinnu til annað kynsligt samband enn samlegu. Tann ákærdi noktar seg sekan. Hann tvíheldur um, at læknaligu kanningarnar eru farnar rætt fram, og at talan er um misskiljingar, sigur Bjørn á Heygum, sum er verji hjá ákærda. Kommunulæknin er ákærdur fyri 11 lógarbrot ímóti 10 kvinnum frá 2010 til 2014. Linda Hesselberg, ákæri, sigur við in.fo, at hon vónar, at hon saman við verjanum kann semjast um at fremja málið sum eitt játtanarmál. Men tað verður helst av ongum, sigur Bjørn á Heygum. Kommunulæknin var skuldsettur í tvey ár, áðrenn ákæruritið varð liðugt. Hetta er átaluvert og nærum ein revsing í sær sjálvum, heldur Bjørn á Heygum Tað er ein ótrúlig byrða hjá ákærda at bíða so leingi. Myndugleikarnir hava skyldu at bera seg so skjótt at sum møguligt, so borgarin ikki líður óneyðugt, sigur hann. Linda hesselberg sigur, at málið hevur tikið langa tíð, tí talan er um eitt sera umfatandi mál. Bjørn á Heygum ásannar, at talan er um eitt stórt mál, men heldur kortini fast við, at ákærdi hevur bídad óvanliga leingi, og at tað kemur alt ov ofta fyri í Føroyum. Mann upplivir í heilum, at mál hjá ákæruvaldinum taka ógvuliga langa tíð. Tey áttu heldur at sett fleiri fólk í starv enn lata tað ganga út yvir borgaran, sigur Bjørn á Heygum við útvarpið í dag. Ákærurnar kunnu geva ávikavist fýra, tvey og fýra ára fongsul, men ákærin vil ikki siga nakað um, hvørja revsing hon fer eftir. Til samans meldaðu 18 kvinnur kommunulæknan fyri at hava borið seg óhóskandi at, tá ið undirlívskanningar vóru framdar. Fimm mál vóru fyrnað. Í einum føri hevdi eitt mistak hjá løgregluni vid sær, at málid ikki kundi fara í rættin, og í einum ødrum føri varð mett, at onki ólógligt var farið fram. Grindin varð funnin um hálvgum sjey tíðina út fyri Skálatoftum, og tá varð mett, at grindin var einar 40 50 hval. Men tá avtornaði løgdu bara níggju hvalir beinini í Hvannasundi. Grindin verður býtt í rakstrarpartar til teir 12 bátarnar, sum róku grindina. Røktarheimini í økinum fáa eisini ein grindabita, sigur Karl Johansen, sýslumaður. Teistanevndin hevur eisini biðið um at verða hoyrd, og hevur fingið lovað fundarboð. Tí kom tað óvart á formannin í Teistanevndini, Bødvar Hjartvarsson, tá hann frætti, at arbeiðið við nýggju ferðætlanini er liðugt. Tað eydnaðist ikki útvarpinum at fáa eina viðmerking frá stjóranum í Strandfaraskipum Landsins til tíðindasendingina á døgurða. Eitt tilboð hjá donsku fyritøkuni Laiderz Aps er 75.000 krónur lægri enn tilboðið hjá Id møblum, sum Tórshavnar býráð skuldi atkvøða um á eykabýráðsfundinum týskvøldið. Málið byrjar við, at fimm fyritøkur, Id møblar, Laiderz, Polytan, Uni Sport og Handilshúsið, blivu biðin um at koma við tilboði upp á graslíkið, sum skal á Hoyvíksvøllin, nýggja fótbóltsvøllin í Hoyvík. Tá tilboðini vórðu latin upp tann 15. august, vóru tilboð komin frá Id møblum, Polytan og Laiderz. Kommunan bað Landsbyggifelagið bjóða út arbeiðið. Landbyggifelagið fekk tilboðini og kannaði tey. Tilboðini vórðu eisini latin upp á skrivstovuni hjá Landsbyggifelagnum. Landsbyggifelagið segði, at lægra tilboðið hjá Id møblum leyk ikki treytirnar í útbjóðingartilfarinum. Sum Útvarpið skilir var tilfarið undir graslíkinum ikki tað, sum biðið var um. Landsbyggifelagið segði eisini, at hini tilboðini eru ov dýr eftir fíggjarkarminum. Landsbyggifelagið vil tó hvørki vátta ella avsanna hetta. Umsitingin hjá býráðnum, trivnaðarstjórin, mentamálaleiðarin og deildarleiðarin á stjórnarskrivstovuni, tóku tó hetta til eftirtektar og mæltu til at bjóða graslíkið út av nýggjum. Men tað helt meirilutin í Mentanarnevndini, tey fýra í býráðsmeirilutanum, ikki. Tey mæltu býráðnum til at taka av tilboðnum, sum sambært serkunnleikanum ikki leyk treytirnar í útbjóðingartilfarinum. Men so fór onkur at kanna tilboðini betur og kom eftir, at tað eina tilboðið hjá Laiderz er 75.000 krónur lægri enn tilboðið, sum meirilutin í Mentanarnevndini vildi hava býráðið at taka av, tí tað var lægsta boðið, og kommunan kundi spara eina millión krónur Mentanarnevndin hevur nú fingið málið aftur. Við í viðgerðini á Vaglinum er eitt hvassorðað skriv frá stjóranum í Laiderz sama dagin sum eykabýráðsfundurin skuldi vera. Brævið viðger millum annað tilboðið hjá Id møblum í ómjúkum orðum, og fyrivarni verður tikið fyri at krevja endurgjald frá kommununi, tí hon ikki heldur reglurnar um útbjóðing, lisitasjón, og tað er eisini revsivert, sigur stjórin í Laiderz Aps. Stjórin í Laiderz vil eisini vera við, at roynt varð at halda felagið uttan fyri útbjóðingina. Tá kommunurnar tóku við eldraøkinum 1. januar 2015, noyddist Runavíkar kommuna av við 28,7 milliónir krónur, tá Ellis og røktarheimið skuldi keypast inn í Skálafjarðarsamstarvið. Hesar milliónirnar eru í fíggjarætlanini fyri 2015. Runavíkar kommuna fekk í 2014 loyvi frá Fíggjarmálaráðnum til, at nettoskuldin kundi fara upp um eina álíkning. Víst verður á, at Norway Royal Salmon hevur framleiðsluútreiðslur sum eru komnar uppí 50 krónur fyri kilo, og tað er ikki nøktandi fyri vinnuna. Eik Banki hevði 36,5 milliónir krónur í avlopi eftir skatt, og tað verður sagt at vera nøktandi. Innlánini vaksa støðugt, og útlánini viksu eitt vet, fyrra hálvár. Skaðatryggingarvirksemið hevði eitt avlop uppá 14,4 milliónir krónur. Tað gav hall í fjør. Orsøkin er, at stóra virksemið í landinum økir um tryggingarinntøkurnar, samstundis sum nógv færri stórir skaðar hava verið. Betri Pensjón er við at fóta sær, og inngjøldini øktust við góðum fýra milliónum krónur, so úrslitið gjørdist eitt avlop uppá 1,4 milliónir krónur. Annað virksemið hjá TF Holding gav eitt avlop uppá 40,9 milliónir krónur, og tað stavar í høvuðsheitum av avlopi av íløguvirksemi. Raksturin av øllum dótturfeløgunum í TF Holding gav avlop fyrra hálvár, og tað eru vit nøgd við, sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri. Felagið roknar við, at úrslitið fyri árið fer at liggja millum 85 og 140 milliónir krónur. TF Holding er sterkt felag, eginpeningurin er 2,7 milliardur krónur, og solvensurin er næstan 39 prosent. Tað sigur Heri Joensen, oddamaður í Týr, nú ein konsertferð hjá tungmálmsbólkurin er í vanda fyri at verða rakt av einum boykotti, sum Sea Shepherd verður hildið at standa aftanfyri. Skal nakað seljast Hvat skal seljast Og hvør skal keypa Meiningarnar um, hvat vit gera við fiskivinnuna í 2018 eru nógvar, men 2017, tvs. næsta ár, vil eingin tosa um. Royndaruppboðssølan kann og eigur at víðkast í 2017, sigur Jóannes Jakobsen, búskaparfrøðingur. Í stuttari viðmerking sigur Anfinn Olsen, formaður í Reiðarafelagnum, at hann heldur ikki, at ein endurtøka av royndaruppboðssøluni í ár tænir nøkrum endamáli. Arbeiðið hjá nýskipanarnevndini verður liðugt í heyst, og tí kunnu royndirnar av einari uppboðssølu komandi ár ikki brúkast, sigur hann. Harafturat setir hann eisini spurnartekin við, um royndaruppboðssølan í 2016 var lóglig innanfyri verandi lóggávu um vinnuligan fiskiskap. Í Sýria eru uppreistrarlið og sivilfólk á veg úr býnum Darayya nærhendis Damaskus, sum sýriski stjórnarherurin hevur havt kringssettan í fýra ár. Í Norðdepli gleða tey seg til føðingardagshaldið og tiltøkini, sum byrjaðu longu í gjárkvøldið. Ymiskt er tó, hvat fólk gleða seg mest til. Norðdepil í Borðoynni er í Hvannasunds kommunu, og Hvannasund er í Viðoynni, men bygdirnar báðar eru knýttar saman við einari byrging frá 1974. Maria Ziskason Nesá og Jákup Magnussen skipa fyri sendingini, ið burturav er ognað hátíðarhaldinum í Norðdepli, nú bygdin er 150 ár, og minnissteinur verður avdúkaður sunnudagin. Tá Maria kom á staðið í morgun, var eitt grindadráp júst endað, og í tí sambandi prátaði hon við Dávid og sýslumannin, Karl Johansen. Aftaná setti hon borgarstjóranum, Katrin Næs, stevnu og saman fingu tær báðar lýst bæði kommununa og søguna. Seinasta samrøðan í fyrra tímanum var í húsunum hjá Jóannes fyri Handan , sum í 1867 bygdi annað húsið í bygdini. Hann var bóndasonurin í Hvannasundi, sum flutti yvir um sundið. Húsini eru sera væl varðveitt, og fróðamaðurin, Osvald Sivertsen, greiddi frá bæði húsum og slekt. Fyrst í seinna tímanum helt Jákup fram at halda mikrofonini, tá hann fór á gátt hjá Vilhelm Jørginsson, sum er tilflytari úr Klaksvík og eisini pápi við smáum børnum. Eftir at hava hoyrt Vilhelm greiða frá, hvussu væl hann trívist í Norðdepli, hitti Maria grindaformannin, Elmar Simonsen, um býtið av dagsins hvalum. Jákup stýrdi orðafloyminum, tá prátað varð við Veroniku Petersen og Gunrid Kallberg um teirra íkast til hátíðarhaldið, nevniliga at endurliva gomul barnaspøl og í sendingini hoyra vit bæði børn og Mariu og Veroniku hoppa band. At enda greiddi Pól Fuglø frá tunlunum norður um fjall, ið elva til stórt høvuðbrýgg, tí teir eru út av lagi ótíðarhóskandi. Prátið við Pól Fuglø var samstundis tað seinasta, sum Maria og Jákup fara at avrika við Ferðaliðnum í summar. Men sendingin heldur fram mánadagin við øðrum vertum. Anni á Hædd er ikki longur deildarstjóri á deildini fyri Náttúru og orkumál í Heilsu og Innlendismálaráðnum. Hon hevur skrivað undir eina avtalu við aðalráðið, sum merkir, at hon verður flutt í eitt starv á Umhvørvisstovuni. Sambært avtaluni, dagfest og undirskrivað 26.august, verður Anni á Hædd frá 1.september at rokna fulltrúi á Umhvørvisstovuni. Enn er ikki útgreinað, hvørjar arbeiðsuppgávur hennara verða har. Tað skal gerast í samráð við leiðsluna á Umhvørvisstovuni. Í brævi til lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum skrivar aðalstjórin í Heilsu og Innlendismálaráðnum, at Anni á Hædd hevur umsitið náttúru og umhvørvisøkið í nógv ár, fyrst í Innlendismálaráðnum og síðani í Fiskimálaráðnum, og tí má hon metast at vera serfrøðingur á økinum. Víðari vísir Turid Arge á, at samgongan hevur valt at raðfesta umhvørvisøkið sera høgt, og tí verður nógv arbeiði at fremja á økinum restina av hesum valskeiðnum. Anni á Hædd varðveitir sína deildarstjóraløn, tað er 37.lønarflokkur í lønartalvuni hjá Tænastumannafelagnum, næsta hálva árið. Tá verður hon lønt eftir sáttmálanum hjá Búskapar og Løgfrøðingafelagnum, har hon fær endalønina hjá fulltrúum, umframt 4.000 krónur afturat um mánaðin í serfrøðingaviðbót. 18. juli fekk Anni á Hædd ætlanarskriv um uppsøgn. Heilsu og Innlendismálaráðið umhugsaði at siga hana úr starvi, tí hon sum deildarstjóri tók avgerð um at senda góðkenningarskriv viðvíkjandi broytingini í byggisamtyktini fyri eystara havnaøki í Havn, uttan at landsstýriskvinnan hevði góðkent skrivið. Sambært ætlanarskrivinum varð tað gjørt, hóast bæði landsstýriskvinnan og aðalstjórin í fleiri førum klárt og týðiliga høvdu givið bot um, at skrivið ikki skuldi sendast, fyrr enn landsstýriskvinnan hevði góðkent tað. Avgerðin hjá Anni á Hædd hevði, sambært ætlanarskrivinum, sett landsstýriskvinnuna í eina sera trupla støðu politiskt. Tað, at tú soleiðis tekur avgerð beint ímóti boðum frá landsstýriskvinnuni, er so grovt ólýdni og álitisbrot, at landsstýriskvinnan og undirritaða hava mist alt álit á tær. Brotið er so mikið grovt, at tú helst kundi verið burturvíst, men vit umhugsa eina vanliga uppsøgn. Sambært skjølunum í málinum varð møguleikin fyri at seta í verk eina tænastumannakanning eisini umrøddur í Heilsu og Innlendismálaráðnum. Tað bleiv kortini av ongum. Málið endaði fyrradagin, tá aðalráðið og nú fyrrverandi deildarstjórin skrivaðu undir avtalu, ið merkir, at Anni á Hædd verður flutt í starv á Umhvørvisstovuni. Síðani mikukvøldið er eingin funnin á lívi, men hildið verður fram at leita til uppspurt er, hvat vorðið er at teimum, sum ikki eru komin aftur í aftur. 388 fólk hava verið ella eru á sjúkrahúsi fyri skaðar, tey fingu í jarðskjálvtanum. Samstundis eru raktu landspartarnir settir í undantaksstøðu, og 50 milliónir evrur eru settar av til at byggja býirnar uppaftur fyri. Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu og løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, setir stór spurnartekin við ætlanina hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum, um at hita Skúladepilin í Marknagili við jarðhita. Eg havi sera trupult við at taka undir við einari tílíkari loysn, sum gongur ímóti tí orkupolitisku heildarætlan við fjarhita, ið Tórshavnar Kommuna hevur samtykt og arbeiðir eftir, segði Heðin Mortensen við Útvarpið á middegi. Landsstýriskvinnan í mentamálum biður tingið um 13,4 milliónir krónur afturat til skúladepilin í Marknagili soleiðis, at bygningurin kann hitast við jarðhita. Landsstýriskvinnan vísir til samgonguskjalið, sum sigur, at allir almennir bygningar skulu hitast við grønari orku. Rigmor Dam vil hava jarðhita til Glasir, tí hon væntar ikki, at Fjarhitafelagið er ført fyri at veita Glasir hita beinanvegin, tá skúlin verður tikin í nýtslu næsta summar. Stjórnarleiðararnir í Kekkia og Ungarn siga, at ein felags evropeiskur herur er neyðugur fyri at verja landamørkini og trygdina í Evropa. Tað søgdu báðir stjórnarleiðararnir, áðrenn teir fóru til Pollands, har fundur skal vera við týska samveldiskanslaran Angelu Merkel. Teir eru alt annað enn fegnir um avgerð hennara, at taka ímóti so nógv muslimskum flóttafólkum, sum Týskland hevur gjørt. Í fjør tók Týskland ímóti einari millión, sum er metstórt tal. Ungarski forsætisráðharrin Victor Orban segði, at trygdin í Evropa má raðfestast, og tað gerst best við einum felags evropeiskum heri. Bretska stjórnin hevur verið hart ímóti øllum slíkum tosi, og hevur víst til samstarvið í Nato, men bretska ávirkanin á avgerðir í Evropa er vorðin minni, nú Bretland er á veg úr ES. Kekkiski forsætisráðharrin Bohuslav Sobotka sigur, at tað fer ikki at vera lætt at byggja upp ein felags evropeiskan her, men áheitan hansara er, at orðaskifti um málið byrjar. Og forsætisráðharrarnir í Kekkia og Ungarn hava ein sterkan sameindan, tí ES nevndarformaðurin Jean Claude Juncker vil hava ein evropeiskan her at standa ímóti hóttanum úr Russlandi og aðrastaðni. 16. september verður fundur í Slovakia millum stjórnarleiðararnar í ES um framtíðina hjá evropeiska samveldinum uttan Bretland. Eingin bretskur ráðharri verður við á fundinum, og bretska stjórnin fyrireikar í sínum lagi at taka Bretland úr ES. Brexit er ikki ein hending sum allar aðrar, sigur týski samveldiskanslarin. Talan er um eitt vegamót í søguni hjá ES, og ábyrgd okkara er viðgera málið væl, sigur Angela Merkel. Amerikanski uttanríkisráðharrin John Kerry sigur, at hann og russiski uttanríkisráðharrin, Sergei Lavrov eru samdir um tað, ið skal til fyri at fáa í lag vápnahvíld í Sýria, men nøkur mál eru eftir at loysa. Uttanríkisráðharrarnir eru á fundi í Geneve, har teir enn einaferð royna at fáa í lag eina vápnahvíld í staðin fyri hana, ið varð brotin fyri nøkrum mánaðum síðani. Eftir fund í slakar tíggju tímar segði John Kerry, at flestu tøkniligu spurningarnir eru fingnir upp á pláss, og at serfrøðingar fóru at verða verandi í Geneve komandi dagarnar fyri at gera tað, ið eftir er. Vit vilja hava, at nakað verður gjørt, sum er til frama fyri fólkið í Sýria, og sum ger hendan partin av heiminum tryggari. Tað er hetta, ið fær okkum til samráðingarborðið í Geneve, at ein politisk loysn er neyðug, segði John Kerry. Men spurningurin er, um nøkur politisk loysn er at hóma. Við hjálp úr Russlandi hevur sýriski forsetin styrkt hernaðarligu støðu sína munandi. Tí máttu uppreistrarlið í gjár taka seg aftur úr býarpartinum Darayya í høvuðsstaðnum Damaskus, sum stjórnarherurin hevur havt kringsettan í fýra ár, og við russiskari hjálp eru sýrar eisini farnir í hernað ímóti kurdum. USA styðjar kurdarnar, tí báðir partar vilja hava Bashar al Assad, forseta, at sleppa valdinum og fara frá. Finalan um Løgmanssteypið 2016 fer neyvan í søguna sum tann best spældi fótbóltsdysturin, men eftir longda leiktíð og brotssparkskapping var greitt, at ársins steypavinnari er KÍ. Men tað, sum dysturin kanska ikki hevði fótbóltsliga, hevði hann sanniliga rundanum. Hann varð spældur á einum fullsettum Tórsvølli, og bæði fjepparafeløgini høvdu lagt nógv fyri og fyrireikað seg væl til ársins steypafinalu. KÍ legði seg á odda, tá knapt korter var spælt við máli frá Páll Klettskarð, og tá hálvur tími var farin av dystinum, javnaði Andreas Lava Olsen fyri Víking. Liðini fóru til hálvleik við javnleiki. Klaksvíkingarnir komu als ikki inn í seinna hálvleik, og tað, sum var av støðum og møguleikum, átti Víkingur, vóru viðmerkjararnir hjá kringvarpinum á einum máli um, tá tað varð greitt, at neyðugt var við longdari leiktíð og síðani við brotssparkskapping, sum endaði við, at KÍ vann hana 5 3. Tilsamans endaði dysturin sostatt 6 4. Ófriðarligt hevur verið við tey ymisku dansistøðini í Havn í nátt, sigur Kristina Christiansen, vakthavandi á politistøðini í Havn. Løgreglan varð eisini boðsend til eina hending í miðbýnum tíðliga í morgun. Tveir mans fóru til hendurs klokkan trý korter til seks í miðbýnum í Havn. Løgreglan hevur avhoyrt fólk, og ger fleiri avhoyringar í dag. Eftir tað skal løgreglan taka støðu til um tað verður eitt harðskapsmál. Í tveimum øðrum førum rættu fólk, sum vóru í býnum í Havn í nátt, fingurin eftir løgregluni. Tey verða nú ákærd fyri brot á politiviðtøkuna. Bótin fyri tað er 600 krónur. Løgreglan hevur eisini tikið bilførarar í ferðsluni um vikuskiftið. Ein maður í Sandoynni varð tikin fyri at koyra ávirkaður í gjárkvøldið, og Millum Fjarða tók løgreglan í nátt ein bilførara, sum koyrdi 117 kilometrar um tíman. Tað hendi eftir ein brest í vinstra motori, tá ein stórur lutur datt av motorinum, ið eisini gjørdi skaðar á skrokkin og stýriútgerðina. Greinin heldur fram niðanfyri. Um illa vildi til kundi tilburðurin um vikuskiftið endað við eini syrgiligari vanlukku, sigur ein flogserfrøðingur sambært Wall Street Journal. Boeing flogfarið hjá Southwest Airlines var á veg úr New Orleans til Orlando í Florida í gjár, tá ein lutur datt av vinstra motorinum. 99 ferðafólk vóru við flogfarinum. Í 2012 tóku tey ikki súlu, tí veðrið var ongantíð til vildar at fara eftir súlu í oynni. Tað eru 15 20 ár síðani, at tey hava tikið so nógva súlu í Mykinesi, skrivar jn.fo Tað heldur Grøni umhvørvisflokkurin í Noregi, ið vil banna øllum lýsingum frá flogfeløgum, so ferðandi ikki flúgva meira enn hægst neyðugt, skrivar Aftenposten. Flogfør dálka umhvørvið so illa, at forboð eigur at setast fyri at lýsa við ferðum, ið eggja fólki at flúgva til sól og summar, heldur flokkurin. Grøni umhvørvisflokkurin legði hósdagin fram nýggja floksskrá. Flokkurin skjýtur upp, at flúgving, sum dálkar umhvørvið, eigur at minkast sum mest. Tí skal ikki longur verða loyvt hjá flogfeløgum at eggja fólki at flúgva. Uppskotið fær, ikki óvæntað, kalda móttøku í flogvinnuni í Noregi. Uppskotið er illa umhugsað og kann ikki takast í álvara, sigur ein talsmaður hjá SAS. Uppskotið fær somu móttøkuna hjá flogfelagnum Norwegian. Flogfeløgini eiga heldur at lýsa við umhvørvisvinarligum átøkum enn at eggja fólki at flúgva so nógv, sigur flokkurin í floksskránni. Hinvegin oyða vit tey álvarsliga hóttu fiskasløgini, toskin í Eystursjónum og sildina ymsastaðni. Men fiskur er tað býtta djórið, hvalurin tað klóka, og loyvt er eftir øllum at døma at gera mun á teimum. Tað heldur Carl Kinze, sum er lívfrøðingur og hvalaserfrøðingur. Í samrøðu við danska blaðið Jyllands Posten sigur hann, at grindahvalurin er ikki hóttur. Vit hava alt ov nógv fyrilit við vinnuni, sum fer at oyða fiskastovnarnar. Tá tað snýr seg um grind, er tað lutfalsliga lítið, sum eitt lítið land drepur, sigur Carl Kinze í samrøðu við Jyllands Posten. Í somu grein greiðir lívfrøðingurin eisini frá, at grindadráp vanliga ganga skjótt fyri seg og eru væl skipað. Hoyr meira í útvarpstíðindunum klokkan 18 í kvøld. Koma fleiri flóttafólk í ár, koma vit í neyð, sigur stjórin fyri útlendingastovuni í Týsklandi í samrøðu við týska blaðið Bild am Sonntag í dag. Týsku myndugleikarnir og útlendingastovan eru ikki til reiðar at taka ímóti flóttafólkunum, fer talið upp um 300.000 í ár, sigur hann við blaðið. Hendir tað, eru vit undir trýsti, og tað kann elva til eina kreppu fyri landið, sigur Frank J rgen Weise, stjóri í útlendingastovuni, sambært týska blaðnum. Fólk í Týsklandi eru misnøgd við rikna flóttafólkapolitikkin hjá týska samveldiskanslaranum, Angelu Merkel, skrivar BBC á netinum. Meira enn annarhvør týskari tekur ikki undir við førda politikkinum hjá Merkel, vísir ein nýggj meiningakanning, sum varð kunngjørd herfyri. Tað kom eisini til sjóndar leygardagin, tá fólk mótmæltu í týska høvuðsstaðnum við kravi um, at marknaeftirlitið í landinum skal herðast. Higartil í ár hava 390.000 fólk søkt um friðskjól í Týsklandi. Enn er ikki greitt, hvussu nógv av teimum fólkunum komu til landið í 2015. Meira enn ein millión migrantar úr Miðeystri, Afghanistan og Afrika komu í fjør til Týsklands. Til samans 41 fólk eru smittað við zikavirusi, upplýsir heilsumálaráðið í Singapore. Sambært myndugleikunum har vita tey ikki, at nakar av teimum smittaðu hevur verið í londum, sum eru rakt av zikavirusi. 36 av teimum 41 smittaðu arbeiða á sama arbeiðsplássi, einum byggiplássi í býnum Aljunied í Singapore. Til samans 124 fólk eru kannað fyri zikavirus í Singapore, 118 arbeiða á byggiplássinum. Fyrsti tilburðurin av zikavirusi í Singapore varð skrásettur í gjár. Zikavirusið er serliga vandamikið fyri kvinnur, sum eru við barn, tí tað kann skaða barnið. Fyrstu tilburðirnir av virusinum, sum vit kenna tað í dag, vóru í Brasil fyri einum ári síðan. Seinni hevur tað breitt seg til Suðuramerika og Florida í USA og nú eisini til Singapore, skriva fleiri útlendskir miðlar. Fólk, sum eru í tænastumannalíknandi starvi, men ikki eru tænastumenn, kunnu sigast úr starvi uttan at tænastumannakanning fyrst er gjørd. Advokaturin hjá Tænastumannafelagnum og hjá Anni á Hædd gjørdi vart við, tá Anni á Hædd fekk ætlanarskriv um møguliga uppsøgn, at tá hon er sett í tænastumannalíknandi starv, kann hon ikki av aga grundum sigast úr starvi uttan at tænastumannakanning fyrst er gjørd sambært tænastumannalógini. Ætlaða uppsøgnin kann tí ikki setast í verk, fyrr enn tænastamannakanning hevur staðfest, at so grovt tænastumisbrot er framt, at tað er grundarlag fyri uppsøgn. Í Danmark hava fólk í tænastumannalíknandi starvi rætt til tænastumannakanning, fekk Heilsu og innlendismálaráðið at vita frá advokatinum. Men eftir at hava kannað bæði føroyskar lógir, kunngerðir og sáttmálar, varð niðurstøðan hjá løgfrøðingi í Heilsu og innlendismálaráðnum, at ongar reglur eru um slík rættindi hjá fólki, sum eru í tænastumannalíknandi starvi í Føroyum. Løgfrøðingurin spurdi Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum, hvat hon helt. Lønardeildin svarar, at í Føroyum kunnu bara tænastumenn, ikki fólk í tænastumannalíknandi starvi, krevja tænastumannakanning. Støðan í Danmark er óviðkomandi, sigur Lønardeildin. Málið um starvið hjá Anni á Hædd endaði tó fríggjadagin, tá hon og Heilsu og innlendismálaráðið gjørdu avtalu um, at Anni á Hædd fer úr starvi sínum sum deildarstjóri í starv sum serfrøðingur á Umhvørvisstovuni, sum er stovnur undir Heilsu og innlendismálaráðnum. Hvørjar altjóða skyldur binda Føroyar seg til, um Føroyar yvirtaka útlendingamál Tað vil Søren Espersen í Dansk folkeparti og limur í Føroyanevndini hjá Fólkatinginum hava at vita frá Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharra. Spurt verður, hvørjar skyldur Føroyar binda seg til í flóttafólka sáttmálanum hjá ST, í sáttmálanum um tey statsleysu og í evropiska mannarættinda sáttmálanum, um Føroyar yvirtaka útlendingamál, sum spurningurin til forsætisráðharran er orðaður. Hóast semja er millum landsstýrið og stjórnina um, at Føroyar yvirtaka útlendingamál, tykist tingmaðurin hjá Dansk folkeparti at ivast, tí hann spyr um og ikki tá Føroyar yvirtaka málsøkið. Í nógv ár hava ymisk landsstýri ætlað at yvirtikið útlendingamál. Nú verður miðað eftir at leggja lógaruppskotið um yvirtøkuna fyri løgtingið í vetur. Fiskimenn eru nú eisini komnir upp í kjakið í Íslandi um uppboðssølu. Formenninir í felagnum hjá fiskimonnum og í felagnum hjá yvirmonnum mæla staðiliga frá at selja fiskirættindi á uppboðssølu í Íslandi. Verða fiskirættindi seld á uppboði, kunnu fiskimenn ongantíð vita, nær teirra skip sleppur at fiska. Teir fara at liva í støðugari óvissu og kunnu missa hýruna frá degi til dags. Hetta verður ikki bara ringt fyri fiskimenninar, men eisini fyri onnur og fyri tjóðina sum heild, siga fiskimenn. Harafturat fer uppboðssølan at gera, at nøkur fá reiðarí hava øll fiskiloyvini. Nógv kjak hevur verið í Íslandi um royndirnar av uppboðssølunum í Føroyum. Summi halda, at íslendingar eiga at gera sum føroyingar, men onnur ávara harðliga móti tí. Ein spreinging var í nátt við kriminologiska stovnin í belgiska høvuðsstaðnum, Brússel. Eingin fekk skaða í spreingingini, skrivar RTL sjónvarpsstøðin. Í løtuni er ikki greitt, hví spreingingin var í nátt ella hvør hevur ábyrgdina fyri henni. Talan var í øllum førum ikki um yvirgang sambært deredactie.be Greinin heldur fram niðanfyri. DNA goymsla er í kriminilogiska instituttinum, har spreingingin var. Prógv, sum løgreglan brúkar í rættarmálum, verða millum annað goymd í bygninginum. Tvey fólk eru handtikin eftir spreingingina í nátt, skriva fjølmiðlar. Men tey tíðindini vil almenni ákærin í Brússel hvørki vátta ella avsanna. Tilbúgvingin í Belgia er framvegis á høgum stigi eftir yvirgangsatsóknina í eini floghavn í Brússel og undirgrundini fyri skjótt hálvum ári síðan. 32 fólk lótu lív í atsóknini í mars. Biðið varð fyri ymsu valdssessunum í landinnum, skúlaverkinum, arbeiðsfólkunum á ymsu arbeiðsøkjunum og familjuni. Hetta var millum annað á skránni á bønartiltakinum, sum var leygardagin seinnapartin á Vaglinum í Havn. Jónfinn Petursson er ein teirra, ið hevur svøvnapnø. Týsdagin klokkan 15 fara Jónfinn Petursson, Ingun Gaardbo, sjúkrasystir, og yvirlæknin, Bjarni á Steig, at greiða frá sjúkuni Svøvnapnø. Tað ætlar landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Poul Michelsen. Hann hitti í síðstu viku donsku sendiharrarnar, sum høvdu sendifólkadag í danska Uttanríkisráðnum. Poul Michelsen greiddi teimum frá føroyskum uttanríkismálum. Millum annað segði hann, at landsstýrið hevur sett sær fyri at fremja samtyktina hjá Løgtinginum, sum í 2003 avgjørdi, at Føroyar eiga at søkja um sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum. Umsókn um limaskap verður send Norðurlandaráðnum, so hon kann viðgerast har í november í ár. Poul Michelsen tosaði eisini um uttanríkishandilin hjá Føroyum. Hann nevndi millum annað, at 28 prosent av føroyska innflutninginum er úr Danmark. Men bara átta prosent av føroyska útflutninginum fer til Danmarkar. Poul Michelsen segði, at Danmark hevur 1,2 milliardir krónur í yvirskoti av samhandlinum við Føroyar. Og so legði hann afturat, at tað er dupult so nógv sum blokkstuðulin er. Donsku sendiharrarnir og Kristian Jensen, uttanríkisráðharri, sum eisini var á fundinum í Keypmannahavn, fingu eisini at vita, at Føroyar fara at søkja um limaskap í EFTA. Føroyar hava biðið um samráðingar sum skjótast við Bretland og Skotland um strandarlandasamráðingar um uppsjóvarfisk, nú Bretland ætlar sær úr ES. Tvær føroyskar sendistovur skulu stovnast aftrat teimum fimm, sum nú eru, onnur í Nuuk og hin í USA, antin í Washington ella í New York. Sendistovan í USA skal ikki hava innivist hjá donsku sendistovuni har, segði Poul Michelsen, landsstýrismaður, á sendiharradegnum í Keypmannahavn í síðstu viku. Búsetur vil tí ikki góðtaka sektaruppskotið hjá fútanum, sum er 20.000 krónur, fyri at bróta kunngerðina um arbeiðsumhvørvi. Tí verður rættarfundur um málið klokkan eitt í dag. Óhappið hendi tann 28. mars í 2014. Ein 31 ára gamal timburmaður fekk stóran skaða, tá hann datt gjøgnum eitt hol í tekjuni á einum bygningi í Havn. Fallið var sjey metrar niður á betonggólv. Maðurin fekk varandi mein av óhappinum. Arbeiðseftirlitið staðfesti, at eingin fallverja var við opið í takinum. Heldur ikki var onnur verja brúkt, so sum trygdarselar ella pallur ella nót undir opinum. Arbeiðið var tí ikki nóg væl fyriskipað, segði Arbeiðseftirlitið. Arbeiðseftirlitið segði eisini, at talan var um eitt óhapp, sum kann henda. Men vantandi fallverja, girðing, við opið var beinleiðis orsøkin til, at óhappið gjørdist so ógvisligt. Arbeiðseftirlitið meldaði í juli 2014 Búsetur og mælti til, at Búsetur fekk 20.000 krónur í bót. Men Búsetur vil ikki gjalda, tí felagið noktar at hava brotið kunngerðina um arbeiðsumhvørvi. Byggiharrin, Landsverk, váttar fyri Kringvarpinum, at seinastu tíðina hevur ikki verið so nógv ferð á arbeiðinum, sum tað átti at verið. Byggifyritøkan TG verk skuldi upprundaliga taka sær at meginpartinum av at gera Glasir, men herfyri vóru fleiri av uppgávunum bodnar út av nýggjum og latnar øðrum arbeiðstakarum. Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa samband við Høgna Laruitsen, stjóri í TG verk, til hesa tíðindasendingina. Glasir er higartil seinkaður meiri enn eitt ár. 26 ára gamli havnarmaðurin Helgi Dam Ziska telist í dag millum fremstu telvarar í Norðurlondum, men hann hevur framvegis ikki ognað sær heitið sum stórmeistari. Ætla sjófólk sær at mynstra eftir 1. januar næsta ár, eiga tey at gera skjótt av og søkja um at fáa sjóvinnubrævið endurnýggjað, sigur Sjóvinnustýrið. Uttan endurnýggjað sjóvinnubræv ber ikki til at mynstra eftir 31. desember í ár. 775 sjófólk hava ikki søkt um at fáa endurnýggjað sjóvinnubrævið. Freistin at søkja um endurnýgging er til 1. september. Sjóvinnustýrið hevur í miðlunum heitt á sjófólk um at senda umsókn fyri 1. september fyri at tryggja, at sjóvinnubrøv kunnu verða dagførd sambært nýggju reglunum fyri 1. januar næsta ár. So nógvar umsóknir liggja í løtuni niðurfyri, at viðgerðartíðin er tíggju vikur. Nýggju krøvini, sum koma í gildi 1. januar, eru galdandi fyri navigatørar við handilsskipum og øll maskinfólk. Ein nýggj meiningakanning vísir, at var val í USA nú, so hevði Hillary Clinton fingið 45 prosent av atkvøðunum og Donald Trump 43 prosent. Aðrar kanningar, sum eru gjørdar, gevur Hillary Clinton størri undirtøku. Ein kanning hjá Ipsos gevur Hillary Clinton 42 prosent og Trump 35 prosent. Aðrar kanningar vísa størri mun, heilt upp í 10 prosentstig. Um seinastu átta meiningakanningarnar verða lagdar saman, fær Hillary Clinton 48,4 prosent og Donald Trump 42,1 prosent. Innkrevjingarfelagið, Lindorff, hevur kunngjørt, at stórur vøkstur var í fyritøkum sum vórðu kravdar á tvang í øðrum fjórðingsári. Talan var um fleiri enn 1400 fyritøkur, og so nógvar fyritøkur eru ikki kravdar á tvang síðani felagið byrjaði at telja tvingsilssølurnar í 2006. Tað eru serliga fyritøkur sum hava eitt ella annað við oljuvirksemi at gera, sum fara á húsagang. Lindorff upplýsir, at vanliga fara ikki so nógvar fyritøkur á tvang í øðrum fjórðingsári, men í ár er støðan øðrvísi. Í Buskerud og í Hordaland eru ein triðingur fleiri fyritøkur lýstar á tvang, enn somu tíð í fjør, so støðan versnar, sigur innkrevjingarfelagið. Flestu fyritøkurnar, ið fara á húsagang, hava við oljuvinnuna at gera, verður upplýst. Ætlanin hjá Tórshavnar kommunu at brúka umleið 50 milliónir krónur at útbyggja fjarhitanetið til økið á Fløtum, eru vorðnar avgerandi fyri, hvørja hitaskipan Glasir skal hava. Talan verður sostatt um eina sonevnda játtanarsak, upplýsir løgreglan í morgun. Tað var um tveytíðina í gjár, at sjóverjuskipið Brimil kom framá partrolararnar. Tá illgruni var um, at teir royndu á eini stongdari leið eystan fyri, fingu skipini boð um at hála og at sigla á Havnina saman við Brimli. Skipini komu á Havnina um tíggjutíðina í gjárkvøldið. Løgreglan hevur kannað veiðu og reiðskap, og er komin eftir at virði á tí er um hálva millión krónur. Hvør bótin verður, sum skipini fáa er ikki greitt, hon verður ásett av ákæruvaldinum fyrrapartin. Tá talan er um játtanarsak, fer málið ikki í rættin. Íløgur skulu gerast fyri stívar 200 milliónir krónur meira enn í fjør. Tað hevur Fíggjarmálaráðið fingið burturúr, eftir at hava lisið allar kommunalar fíggjarætlanir fyri 2016. Í fjør væntaðu kommunurnar 77 milliónir í halli. Men tá árið var liðugt, høvdu tær 159 milliónir í avlopi, hóast raksturin í fjør kostaði nógv meira enn í 2014, tí kommunurnar tóku við heimatænastu og eldrarøkt 1. januar í fjør. Sambært fíggjarætlanunum hjá kommununum fer tað at kosta eina milliard og 631 milliónir krónur netto at reka tær 30 kommunurnar í ár. Íløgur skulu gerast fyri slakar 600 milliónir krónur. Kommunurnar vænta at fáa tvær milliardir og 40 milliónir krónur í skatti í ár, 5,3 prosent minni enn í fjør. Eykajáttanir í fíggjarætlanunum hjá kommununum eru ikki við í tølunum hjá Fíggjarmálaráðnum. Nýggi skúladepilin í Marknagili verður ikki liðugur til tíðina. Tað sigur Høgni Lauritsen, stjóri í TG Verki, nú Landsverk og TG Verk enn einaferð eru vorðin rúkandi ósamd um byggingina av nýggja skúladeplinum í Marknagili í Havn. Meðan TG Verk er í holt við at rigga av, tí felagið heldur seg vera liðugt við sínar arbeiðstøkur, ákærir Landsverk TG Verk fyri at forsøma sínar skyldur og sáttmálabrot. Landsverk og TG Verk eru enn einaferð rúkandi ósamd um byggingina av nýggja skúladeplinum í Marknagili í Havn. Landsverk hevur sum byggiharri verið noytt at kolldøma fleiri avrik hjá TG Verki, tí tey hava verið ov illa úr hondum greidd, sigur Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki. Byggifelagið Búsetur vil ikki hava sitandi á sær, at tað hevði skyldina, tá ein maður fekk stóran skaða og varandi mein í óhappinum. Tí vil felagið heldur ikki góðtaka sektaruppskotið hjá fútanum, sum er 20.000 krónur, fyri at bróta kunngerðina um, hvussu eitt arbeiðspláss skal innrættast. Tí endaði málið í Føroya rætti, sum viðgjørdi tað seinnapartin í gjár. Óhappið hendi 28. mars 2014. Ein 31 ára gamal timburmaður fekk stóran skaða, tá hann datt gjøgnum eitt hol í tekjuni á einum bygningi í Havn. Arbeiðseftirlitið meldaði í juli 2014 Búsetur og mælti til, at Búsetur fekk 20.000 krónur í bót. Men Búsetur vil ikki gjalda, tí felagið noktar at hava brotið kunngerðina um arbeiðsumhvørvi og lógina um arbeiðsumhvørvi. Tað verður gjørt á almennari samkomu í hølunum hjá Lív í Havn seinnapartin hósdagin. Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, letur nýggju eigarunum felagið, sum landið eigur. Seinni, ella í seinasta lagi um tíggju ár, keypir P f Fakfelag, sum 17 fakfeløg eiga, 17 prosent av Lív Holding fyri 12 milliónir krónur. Lív keypir tí helvtina av Lív fyri 35 milliónir krónur. Tær 23 milliónirnar, sum landið nú fær fyri 33 prosent av Lív Holding, ætlar landsstýrið at seta í Búskapargrunnin. Men tað hevur Løgtingið tó ikki samtykt enn. Stóru andstøðuflokkarnir halda, at pengarnir fyri Lív heldur skulu brúkast til at gjalda skuldina hjá landskassanum niður. Smápartafelagið Fakfelag, sum nú er vorðið fakfelag, varð stovnað í oktober 2012. Men longu fyrst í mai í 2012 góvu fakfeløgini landsstýrinum eitt boð upp á helvtina av Lív. Hálvan desember í 2012 undirskrivaði Fakfelag keypssáttmála við Vinnumálaráðið. Men ikki fyrr enn í juni í ár góðkendu Tryggingareftirlitið og Tryggingarráðið keypið. Apple skal gjalda eina skattarokning, sum er 97 milliardir krónur. Felagið hevur goldið ov lítið í skatti síðani 1991, at tað er óheimilaður stuðul. Tað stendur í eini avgerð hjá Margrethe Vestager, umboðskvinnu í kappingarmálum hjá ES, sum júst er kunngjørd tvey ár eftir at kanningarnar byrjaðu. Kanningarnar vísa, at Írland gav Apple ólógligar skattafyrimunir, og at fyritøkan tí hevur goldið ov lítið í skatti, sigur Margrethe Vestager sambært Politiken . Hvørgin parturin ætlar at góðtaka avgerðina hjá Margrethe Vestager. Bæði Apple og Írland ætla at kæra avgerðina til ES dómstólin, ið er hægsti myndugleikin. Apple er nú ein av ríkastu fyritøkunum í heiminum. Eginognin hjá felagnum er í løtuni 231,5 milliardir dollarar, svarandi til 1,54 billiónir krónur. Turid Arge var ikki bara aðalstjóri í Heilsu og Innlendismálaráðnum í uppsagnarmálinum av deildarstjóranum, sum endaði við einum serfrøðingarstarvi. Turid Arge er eisini næstforkvinna í Tænastumannafelagnum, sum koyrdi málið fyri Anni á Hædd. Sjálv dugir Turid Arge ikki at síggja nakran trupulleika við mótstríðandi áhugamálum ella við gegni og trúvirði. Við nýggja motorinum økist elorkan á Vágsverkinum 50 prosent. Varðin Pelagic á Tvøroyri økti eftirspurningin eftir streymi í Suðuroynni nógv, tá virkið byrjaði fyri fýra árum síðani. Netparturin er eisini dagførdur við nýggjari háspenningarútgerð. Útbyggingin á Vágsverkinum hevur kostað slakar 100 milliónir krónur. Aftur at Føroya størsta gerðarættarmáli, hóttir byggiharrin nú við at siga samstarvið við arbeiðstakaran upp, meðan arbeiðtakarin leggur byggiharran undir ódugnasemi Í gjár boðaði Landsverk frá, at arbeiðstakarin, TG Verk, als ikki hevur gjørt sína skyldu, tá byggifyritøkan hevur bygt skúladepilin Glasir. At fleiri arbeiði mugu gerast umaftur, tí brek og mistøk eru gjørd, og at tekur TG Verk ikki um endan, verður byggisáttmálin uppsagdur og arbeiðið gjørt liðugt fyri rokning til TG Verk. TG Verk vísir ákoyringunum staðiliga aftur. Meginparturin av arbeiðunum eru liðug. TG Verk fær ikki gjørt sínar skyldur fyrr enn aðrir arbeiðstakarar fullføra sínar uppgávur. Tí er TG Verk farið at rigga av í Marknagili, segði Høgni Lauritsen við útvarpið í gjár. Samskipanin hjá Landsverki hevur verið so ógreið, at illa hevur borið til at arbeitt eftir ætlan. Skal tað vera við jarðhita, sum sitandi landsstýriskvinna, rektarin á skúlanum og Umhvørvisstovan vilja ella skal tað vera við fjarhita, sum í fyrsta umfari tykist bíligari og er í samsvari við orkuætlanina hjá Tórshavnar kommunu. Løgtingið skal taka endaliga støðu. Eftir øllum at døma verður tað borgarstjórin í Havn og tungan á váskálini hjá smølu samgonguni, Heðin Mortensen, sum sleppur at gera av, hvussu Glasir skal hitast. Heðin Mortensen er ósamdur við Rigmor Dam, partakvinnu sína í landsstýrinum, og hevur sagt seg hava ilt við at góðtaka eina jarðhitaloysn. Tórshavnar kommuna eigur helvtina av Fjarhitafelagnum, sum fegin vil sleppa framat at hita skúlan. Fyri einum lítlum ári síðan varð verkætlanin um at kollsigla, tí Landsverk og TG Verk vóru so ósamd um hvør skal hefta fyri arbeiði og eykaarbeiði millum annað í sambandi við eina roknivillu hjá einum uttanveltaðum verkfrøðingi. Tað málið er nú í umbúna at gerast Føroya størsta gerðarættarmál, talan er um einar 40 50 milliónir krónur. Nýggjur skúladepil í Havn varð fyrstu ferð settur á ítøkiliga politiska dagsskrá í 2003. Upprunaligu verklagslógina fyri Skúladepilin í Markagili skrivaði Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í mentamálum, á vári 2008. Tá skuldi skúlin standa liðugur fyri trimum árum síðan, í 2013. Og hann skuldi ikki kosta meiri enn 391 milliónir krónur. Tá hendi kortini ikki meiri og ikki fyrr enn í 2012 samtykti Løgtingið at fara undir at byggja skúlan, sum tá varð vorðin heilar 120 milliónir dýrari, 515 milliónir krónur. Longu tá hevði nógv stríð verið um prísin og eykajáttanir máttu til. Afturfyri lovaðu allir partar, at tá skúlin byrjaði aftur eftir summarfrítíðina í ár nú vit skriva 2016, skuldi tað vera í nýggjum hølum í Marknagili. Nú hann skuldi verið liðugur, er bygningurin ikki endaliga innilokaður og eingin veit hvussu hann skal hitast upp. Higartil er Glasir eitt ár afturat seinkaður og so seint sum í gjárkvøldi boðaði høvðusarbeiðstakarin TG Verk frá, at skúlin ikki verða liðugur til skúlaársbyrjan næsta ár. Og helst verður hann væl dýrari enn tær játtaðu 515 milliónir. Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum viðger í løtuni eykajáttanarfyrispurning uppá 13 milliónir til eina hitaloysn, byggiharrin hóttir við at siga samstarvi við arbeiðstakaran upp, arbeiðtakarin leggur byggiharran undir ódugnasemi, og omaná øllum dvalir Føroya størsta gerðarrættarmál. Tað hevur leingi verið tosað um nær hon kemur ein nýggj iPhone. Okkurt nýtt verður avdúkað 7. september, boðar Apple nú frá á heimasíðuni . Sostatt er líkt til, at iPhone 7 verður avdúkað mikudagin í næstu viku. Tíðindafundurin í San Francisco verður eisini stroymaður á heimasíðuni hjá Apple. Meðan avdúkingin eftir øllum at døma verður um eina viku, byrjar sølan 16. september, skrivar amerikanska blaðið Forbes á netinum. Enn eru bara gitingar um tøknina í nýggju telefonini. Eygleiðarar vænta, at fyritøkan Apple fer at bíða við teimum stóru broytingunum til í næsta ár. Gitt verður, at nýggj tøkni avloysir høvuðlurt, myndatólið verður dagført og at siðbundni heim knøtturin fer at hvørva, skrivar norska Computerworld . Tann fyrsta iPhone í røðini kom tann 29. juni í 2007. Síðani tá hevur fyritøkan Apple selt til samans umleið 590 milliónir snildfonir. Skipararnir viðganga seg sekar, og tí fór málið ikki í rættin. Heykur fær 100.000 krónur í bót og skal rinda 218.000 fyri at fáa reiðskap og veiði aftur. Falkur fekk eisini 100.000 í bót, men skal rinda 300.000 krónur fyri at fáa reiðskap og veiði aftur. Tað var um tveytíðina í gjár, at Brimil kom framá trolararnar, tá teir royndu í kassa U á Fugloyarbankanum, sum er stongdur fyri trolveiðu alt árið. Sambært reiðarínum hevði Brimil fylgt við trolarunum í nakrar tímar, meðan teir togaðu, áðrenn sjóverjuskipið Brymil gjørdi vart við seg. Skipini komu á Havnina um tíggjutíðina mánakvøldið. Løgreglan kannaði veiðu og reiðskap í nátt, og tað er gjørt upp til umleið hálva millión krónur. Skipini høvdu bara gjørt eitt tov, áðrenn tey vóru tikin, so stórvegis av fiski var ikki umborð. Tá skipini hava veitt trygd fyri pengunum, fara tey alt fyri eitt aftur til fiskiskap. Aðalstjórin í Heilsu og Innlendismálaráðnum, Turid Arge, var rætiliga hvassorðað, tá Anni á Hædd, deildarstjóri í ráðnum, hevði góðkent havnarútbyggingina í Havn ov tíðliga. Tað er ógreitt, hvussu klandrið beiv til eina semju, hevur við sær, at Anni á Hædd byrjar í øðrum starvi á Umhvørvisstovuni hósdagin. Tað kann fáa stórar avleiðingar fyri føroyingar, at stuðulsskipanin hjá lesandi í Danmark verður broytt, samstundis sum tað verður lættari at læna. Tað sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum, við Skúlablaðið. Lærarafelagið sendi spurnarbløð til tey 26, sum fingu læraraprógv á Námsvísindadeildini í summar, 25 svaraðu. Eingin teirra hevur fingið fast starv í fólkaskúlanum. 13 hava fingið tíðaravmarkað starv, tað er í eitt skúlaár, og fýra hava fingið starv í styttri tíð enn tað, heilt niður í ein mánað. Av teimum átta, sum ikki hava fingið starv, hava tvey ikki søkt um arbeiði í fólkaskúlanum. Onkur søkti 26 størv, og í miðal sendu fólk átta umsóknir um arbeiði. Summi teirra, sum hava fingið arbeiði, hava langa leið til arbeiðis. Seks lærarar skulu koyra í miðal 78 km aftur og fram til arbeiðis. Onkur koyrir 170 kilometrar sambært formanninum í Lærarafelagnum og Skúlablaðnum. Næsta summar koma millum 25 og 30 nýútbúnir lærarar afturat. Og útlitini fyri at fáa arbeiði eru alt annað enn góð, sigur Herálvur Jacobsen. Barnatalið minkar støðugt, og tepra játtanin til fólkaskúlan gevur ikki rúm fyri at gagnnýta útbúnu lærararnar, sigur formaðurin í Lærarafelagnum. Arbeiðið er í fimm pørtum útgrevstur til sjálvt økið, parkeringsøki, felagsøki og øki til gravir, arbeiðsvegur og øki til frárensl og annað, skrivar Tórshavnar kommuna. Danska fíggjarnevndin hevur fund í morgin. Men einki mál um keyp í Føroyum er á dagsskránni. Tíðliga í august frættist annars, at nú bleiv bygningskeypið hjá danska statinum í Húsagøtu í Havn endiliga avgreitt 1. september. Fíggjarnevndin hjá Fólkatinginum, sum skal góðkenna keypið, hevur fund í morgin, tann 1. september. Men bygningurin, sum BankNordik átti í Húsagøtu, er ikki á skránni fyri fundin. Og heldur ikki fyri næsta fund hjá nevndini, sum verður 8. september. Bygningsstyrelsen í Danmark ætlar at bygningin í Húsagøtu og síðani leiga hann til politistøð. Tórshavnar kommuna keypti bygningin frá BankNordik hálvan mai 2013 fyri 40 milliónir krónur. BankNordik fekk sínar pengar í januar í ár. Sambært treytaðu keypsavtaluni millum Bygningsstyrelsen og Tórshavnar kommunu, sum er undirskrivað í Keypmannahavn tann 8. januar í ár, skuldi Bygningsstyrelsen taka við bygninginum 1. februar í ár, ella tann fyrsta í mánaðinum eftir, at danska fíggjarnevndin hevur góðkent keypið. Eingin, hvørki í Føroyum ella í Danmark, vil siga nakað ítøkiligt um keypið. Men sambært heimasíðuni hjá Fólkatinginum hevur fíggjarnevndin einki skjal fingið um keypið, hóast tað skuldi koma í apríl. Nú er eitt pláss fyri hvørji fýra fólk í kommununi, sum eru 80 ár ella eldri. Hetta er meira enn í øðrum Norðurlondum. Í Danmark til dømis eru fimm fólk til hvørt plássið. Tórshavnar býráð hevur fingið eina frágreiðing um bústaðarviðurskiftini hjá teimum gomlu. Fram til 2030 væntast aldursbólkurin 80 ár og eldri næstan at tvífaldast. Longu um tíggju ár, í 2026, vera væntandi fleiri fólk 40 ár ella eldri enn tey, sum eru yngri enn 40 ár. Seinastu fimm árini eru tey, sum flyta í røktarheim í Tórshavnar kommunu, í miðal 84,3 ár. Í miðal búgva tey 3,4 ár í røktarheiminum. Í Tórshavnar kommunu eru 202 føst búpláss umframt 17 stutttíðarpláss til millum annað umlætting. Tað ber neyvan til, at kommunan ger stórar íløgur bæði í nýggj røktarheimpláss og í eldraíbúðir samstundis, er niðurstøðan í frágreiðingini, sum býráðið fekk mánadagin. Tá aðalstjórin í Heilsu og Innlendismálaráðnum stendur á odda í álvarsligum starvsfólkamáli, samstundis sum aðalstjórin er næstforkvinna í fakfelagnum, sum umboðar starvsfólkið í stríðnum, so kann spurnartekn setast við gegnið hjá Turid Arge, aðalstjóra. Tað sigur Bjørn á Heygum, advokatur. Hann sigur, at tá aðalstjórin, sum viðger starvsfólkamálið, samstundis er næstforkvinna í Tænastumannafelagnum, sum umboðar starvsfólkið, so er eingin ivi um, at Turid Arge átti at havt boðað frá hesari ivasomu støðuni. Sambært fyrisitingarlógini er ein persónur, ið virkar í almennu fyrisitingini, ógegnigur, um so er, at viðkomandi er nær knýttur at einum felag, sum hevur ein serstakan áhuga í úrslitinum av málinum. Persónur, sum virkar innan almennu fyrisitingina, er ógegnigur, um so er, at viðkomandi er við í leiðsluni ella á annan hátt hevur nært tilknýti til eitt felag, ein felagsskap ella annan privatan løgfrøðiligan persón, ið hevur ein serstakan áhuga í úrslitinum av málinum. Víðari stendur so í lógini, at er ein kunnigur við, at tað eru viðurskifti, sum eru nevnd í tí greinini omanfyri, so skal viðkomandi altso í hesum førinum Turid Arge aðalstjóri sitat sum skjótast boða yvirmanni sínum frá hesum, um tað ikki er eyðsæð, at hesi viðurskifti eru uttan týdning . Bjørn á Heygum, advokatur, heldur ikki, at tað er eyðsæð, at hesi viðurskifti eru uttan týdning, tí sum hann sigur so er tilknýtið til Tænastumannafelagið formliga so sterkt, Turid Arge er jú næstforkvinna í Tænastumannafelagnum, at spurnartekn kann setast við hennara gegni í málinum. Tað váttar Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri, sum ikki uppá standandi fót kann siga, um fyrisitingin hjá Turid Arge, aðalstjóra skal kannast. Løgmansstjórin leggur eisini dent á, at UM aðalstjórar eru í iva um sítt gegni, so er tað teirra uppgáva at boða frá og ikki øvut. Hesum spurningini venda Mortan í Hamrabyrgi, kreativur tannlækni, og stjórarnir í báðum telefyritøkunum í Mentanarhúsinum í Fuglafirði í kvøld klokkan 20 í samband við mentanardagarnar. Uppáhaldið hjá suðurkoreansku embætisfólkunum er ikki váttað. Tað er heldur ikki greitt, hvaðani tíðindini eru, um at ráðharin skal vera avrættaður. Hetta er ikki fyrstu ferð, at Norðurkorea skal hava tikið høg embætisfólk í landinum av døgum. Í februar ljóðaði, at ein herovasti í landinum var avrættaður. Tá ljóðaði, at herovastin Ri Yong gil varð avrættaður , tí hann hevði mutrað fólk og hevði elvt til sundurlyndi í kommunistiska stjórnarflokkinum. Ætlanin var, at ostarnir skuldu vera í handlunum á Ólavsøku, men dygdin á teimum fyrstu ostunum hevur ikki verið í lagi, og kundu tí ikki seljast. Mjólkarvirkið fór í vár undir at gera ostar úr føroyskari mjólk, og síðani vórðu teir sendir út í Koltur at ræsa. Men ostarnir fingu ongantíð tann rætta smakkin. Hákun Steingrimsson, stjóri á Mjólkarvirkinum, sigur, at hitin var ov nógvur tá mjólkin var hitaviðgjørd. Tí vóru ostarnir ikki í lagi og máttu beinast burtur. Fyrsti gesturin í Meg minnist í heyst verður 95 ára gamla Mathilda Jacobsen á Dalavegnum. Hon hevur búð í Havn í 70 ár, men er ættað av Eiði, har hon varð fødd og búði síni fyrstu ár í gomlu Britustovu. Ungdómsárini misti Mathilda eina systir, tveir brøður og mammuna. Hon tænti í Vestmanna og fór um krígslok til Havnar at arbeiða. Fekk arbeiði sum seymikona hjá skræddara og seymaði eitt mannaminni fyri klædnahandlar. Fróðskaparsetrið hevur biðið um eykajáttan, tí stovnurin fær brúk fyri fleiri pengum til í ár, um verandi virksemi skal røkjast. Setrið bað fyrst um 3,7 milliónir krónur, men eftir at hava umhugsað sparingar kom leiðslan til ta niðurstøðu, at stovnurin klárar seg við 2,5 milliónum krónum, sigur Sigurð í Jákupstovu, rektari. Verður eingin loysn funnin sker landsstýriskvinnan í gjøgnum, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna. Umhvørvisstovan, Fjarhitafelagið, SEV og Glasir hava nú fingið knívin á barkan frá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum. Ein orkuloysn til nýggja skúlabygningin skal nú finnast. Uppskotið hjá Rigmor Dam um at játta 13,4 milliónir krónur til jarðhitan hjá Glasi er í Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum, sum skuldi hava fund um málið aftur seinasta mánadag. Men Fíggjarnevndin bíðar eftir royndini hjá landsstýriskvinnuni at finna eina loysn. Fíggjarnevndin hevur tí ikki fund aftur fyrr enn í næstu viku. Sum ferðafólkastreymurin veksur, veksur eisini trýstið á okkara infrakervi. Tað staðfesta hagtøl hjá Standfaraskipum Landsins. Serliga á Kalsoynni er trýstið økt. Orsøkin er, at Kópakonan, sum varð sett upp í 2014, dregur nógv ferðafólk til oynna, sigur Stjórin í Visit Kalsoy, Olivur Thomsen. Google hevur tikið mongu áheitaninar til sín. Fyritøkan fer nú at hjálpa við at avmynda Føroyar, so fólk uttanlands kunnu uppliva landið við telduna. Nú er tað upp til Føroya fólk og ferðafólk í Føroyum at gera eina serliga føroyska útgávu av Street View, sigur Visit Faroe Islands í tíðindaskrivi. Google tekur nú í samstarvi við Visit Faroe Islands og Atlantic Airways tráðin upp eftir upptøkunum, ið vórðu gjørdar til vælumtókta Sheep View stuttfilmin. Upptøkurnar skulu gerast við at brúka seyð, súkklur, ryggsekkir, bilar, kajakkir, bátar, tyrlur og kavaraútgerð, upplýsir Visit Faroe Islands í tíðindaskrivinum. Myndir á almennum vegum í Føroyum byrja 7. september og verða gjørdar til síðst í oktober 2016. Nakrar fáar upptøkur verða gjørdar á nøkrum fáum gongugøtum í vár. Sum ferðafólkastreymurin veksur, veksur eisini trýstið á okkara infrakervi. Tað staðfesta hagtøl hjá Standfaraskipum Landsins. Serliga í Kalsoynni er trýstið økt. Orsøkin er, at Kópakonan, sum varð sett upp í 2014, dregur nógv ferðafólk til oynna, sigur Stjórin í Visit Kalsoy, Olivur Thomsen. Høvuðsákæruvaldið, CPS, váttar, at tað hevur fingið áheitan um at endurskoða avgerðina og víst verður til rættin hjá ofrunum at kæra avgerðina. Sum skilst, skal ein løgfrøðingur í fyrsta lagi kanna prógvini. Tað arbeiði er í gongd, áðrenn støða verður tikin um avgerðin um at sleppa skuldsetingini skal ógildast ella standa við. Í 2014 vórðu upptøkur gjørdar, sum vístu, at løgreglufólk vóru í íbúðini hjá Cliff Richard í Berkshire, og soleiðis kom skuldsetingin móti honum undan kavi. Cliff Richard er ongantíð handtikin ella ákærdur. Í juni í ár varð málið slept, tí prógvini móti honum vóru ikki nóg góð. Sambært SkyNews, var Cliff Richard fegin um, at kanningararbeiðið var liðugt. Eg havi altíð tvíhildið um, at eg eri ósekur, eg hava samstarvað við kanningarliðini. Eg skilji ikki, hví tað hevur tikið so drúgva tíð. Men eg eri ovurfegin um, at andstyggjuligu skuldsetingarnar loksins eru sleptar, segði hann. Garnaskipið Anita fær í dag rættin at fiska í føroyskum sjógvi aftur, men sambært Vørn hevur reiðaríið ikki biðið um fiskiloyvi til nýggja fiskiárið, sum byrjar í morgin. Tá kom undan kavi, at útlendska manningin umborð arbeiddi undir ivasomum viðurskiftum, at avgerðarrætturin í reiðarínum var útlendskur, og skipið í fleiri førum breyt lógina um vinnuligan fiskiskap. Vørn staðfesti, tá málið var fyri í rættinum, at talan var um tey grovastu lógarbrotini í føroysku fiskivinnuni nakrantíð og mælti landsstýrinum til at taka fiskiloyvi frá Anitu med alla. Reiðarin, Søren Christiansen, segði, tá tann avgerðin fall, at hann fór at stevna landsstýrinum eftir endurgjaldskravi fyri frátikna fiskiloyvi, men í mai boðaði Jens Andrias Winther, advokatur frá, at hann gavst at umboða felagið. Hjúnini Hilda og Hanus Kjølbro eru serliga fegin um, at Viðareiðistunnilin verður tikin í nýtslu fríggjadagin. Hoyr tey bæði greiða frá. Fríggjadagin verður stórur dagur hjá øllum viðingum. Men longu fyrrapartin í dag slapp Ferðaliðið hjá Útvarpinum gjøgnum tann ljósa og turra Viðareiðistunnilin. Ernst Vágsgarð, arbeiðsformaður hjá Landsverki í Norðoyggjum, er væl nøgdur við úrslitið. Nýggi Viðareiðistunnilin hevur stóran týdning fyri viðingar, men hann fer so sanniliga eisini at broyta nógv hjá Landsverki, serliga um veturin, sigur Ernst Vágsgarð, arbeiðsformaður hjá Landsverki í Norðoyggjum Fyrr í summar gjørdi Visit Faroe Islands eitt átak, sum tey róptu SheepView360. Tey settu nøkur myndatól á nakrar seyðir , sum gingu og mólu í haganum, og hetta varð so væl móttikið, at øll verðin hugdi at myndinum, sum seyðirnir tóku. Í seinastuni hava fólk hjá Google verið í Føroyum og gjørt fyrireikingararbeiðið til Google Street View. Øll loyvir eru fingin upp á pláss, og um eina viku byrja upptøkurnar. Hetta fer væntandi at taka ein mánað, alt valdast veðri. Tað hevur kostað okkum tvær milliónir krónur at framleiða tilfarið til SheepView360, men afturfyri hava vit fingið eitt lýsingarvirði upp á góðar 200 milliónir krónur, sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands. Súna Selfoss dámar sera væl tónleik og fótbólt, men í gerandisdegnum hevur hann tað ógvuliga ábyrgdarfulla starvið sum formaður í Starvsmannafelagnum. Hann er ein 1964 ari, sum øll barnaárini var í Sørvági. Seinni royndi hann seg sum sjómaður, egnari, timburmaður, til hann í 1985 fekk lærupláss sum teknikari í Útvarpi Føroya. Súni Selfoss hevur seinni árini verið savnsvørður í Kringvarpinum. Hann var inntil í ár ágrýtin fyriskipari av Sørvágs Country og Bluesfestivali, og 14 ára gamal legði hann plátur á í SUF Disc. Í sendingini hoyra vit tónleik og hava spurnarkapping, men flestu minuttirnir verða nýttir til prát um ymisk tíðarskeið. Prátið er lætt, opið og ærligt og viðhvørt eisini skemtiligt. P.f. Fakfelag, sum umboðar 17 fakfeløg, keypir hina helvtina frá landnum. Í fyrsta umfari keypa fakfeløgini 33 prosent fyri 23 milliónir krónur. Men avtalað er eisini, at fakfeløgini seinni, ella í seinasta lagi um 10 ár, skulu keypa 17 prosent aftrat fyri 12 milliónir krónur Sostatt fær P.f. Fakfelag sína helvt av Lív fyri til samans 35 milliónir krónur. Tær 23 milliónirnar, sum landið nú fær fyri 33 prosent av Lív Holding, ætlar landsstýrið at seta í Búskapargrunnin. Men tað hevur Løgtingið tó ikki samtykt enn. Stóru andstøðuflokkarnir halda, at pengarnir fyri Lív heldur skulu brúkast til at gjalda skuldina hjá landskassanum niður. Partafelagið Fakfelag sigur, at íløgan, sum fakfeløgini hava gjørt í Lív, er samhaldsføst, og í partaeigarasáttmálanum er tryggjað, at fakfeløgini skulu ikki hava vinning av íløguni. Vinningurin skal fara til tey, sum hava pensjónssamansparing í Lív. Ognarskiftið verður á samkomu seinnapartin, tá Poul Michelsen, landsstýrismaður, fer at handa nýggju eigarunum Lív. Fiskamarknaðurin boðaði frá, at P f Enniberg hevði biðið hann selt fryst toskaflak í gjár. Hetta er fiskur úr russiska partinum í Barentshavinum, sum reiðaríið keypti á uppboðssølu hjá landinum í juli. Sambært lógini og kunngerðini um royndaruppboðssøluna skal fiskurin úr Barentshavinum bjóðast út til føroyskar fiskakeyparar. Tað gjørdi P f Enniberg, men eingin vildi keypa, skrivar Norðlýsið . Enniberg var liðugur at landa tann 18. august. Fiskurin, sum Fiskamarknaðurin til fánýtis royndi at selja fyri reiðaríið í gjár, er í frystibingum á Eystaru bryggju í Havn. P f Enniberg kann nú sjálvt selja fiskin. Endaliga versjónin verður send úr aðalráðnum 30. juni. Longu 17. mai fekk Sirið Stenberg at vita frá sínum deildarstjóra, at málið um at geva Tórshavnar Kommunu loyvi at byggja havnarlagið út, var liðugt viðgjørt. Frá hesum degi vóru bara einstakar orðingar broyttar í svarskrivinum til Tórshavnar kommunu. Einki skjal í málinum gevur nakra ábending um, at málið ikki var liðugt viðgjørt, hóast deildarstjóri fekk ætlanarskriv um uppsøgn fyri at kunna kommununa um avgerðina. Góða Sirið. Áminning um, at málið varð liðugt frá fyrisitingini á norska tjóðardegnum, og tað hevði verið gott at fingið hetta avgreitt eisini. Millum annað soleiðis skrivar Anni á Hædd, deildarstjóri á deildini fyri Náttúru og orkumál, í teldubrævi til Sirið Stenberg 10. juni. Hetta er hálva fjórðu viku eftir at svarskrivið til Tórshavnar kommunu er liðugt orðað, og deildarstjórin fer at ótolnast. Við svarskrivinum frá 17. mai er eitt 19 síður drúgt, innanhýsis fylgiskjal, sum út í æsir lýsir viðgerðina í Heilsu og Innlendismálaráðnum. Punkt fyri punkt verður grundgivið fyri, hví aðalráðið tekur eina avgerð, sum gongur ímóti niðurstøðuni hjá ráðgevandi fakkunnleikanum á økinum, sum er Býarskipanarnevnd Landsins. Niðurstøðan er púra greið Fyrisitingin í Heilsu og Innlendismálaráðnum metir ítøkiliga, at Tórshavnar kommuna hevur grundgivið fyri, at ein útbygging av Tórshavnar Havn virkar fyri einari hóskandi og haldgóðari skipan av havnarøki í kommununi nú og í framtíðini. Niðurstøðan er skrivað, eftir at aðalráðið hevur fingið hoyringssvar og viðmerkingar, bæði frá Býarskipanarnevndini og Tórshavnar kommunu, umframt at ráðið hevur havt fund við Tórshavnar kommunu. Átta dagar seinni, 25. mai, er innanhýsis fundur í Heilsu og Innlendismálaráðnum um avgerðina. Við á fundinum eru Sirið Stenberg, aðalstjórin, Turid Arge, deildarstjórin, Anni á Hædd, umframt tvey embætisfólk. Her verður avgerðin umrødd, argumentini verða gingin ígjøgnum, og ein fjølmiðlastrategi løgd. Landsstýriskvinnan skal vera væl ílatin at svara fjølmiðlum og øðrum, um spurt verður, hví hon gongur ímóti Býarskipanarnevndini. Ein niðurstøða á fundinum er, at helst er skilagott at halda aftur við at forsvara góðkenningina í fjølmiðlunum. Landsstýriskvinnan skal hava í huga, at talan er um eina ætlan hjá kommununi ikki hjá landinum sum kommunan kann fremja í verki við hesi góðkenning. Kringvarpið hevur fingið innlit í alla viðgerðina av málinum. Fleiri versjónir eru av skrivinum, ið skal sendast Tórshavnar kommunu. Fyrsta uppskotið um svarskriv er dagfest 17. mai. Í tilgongdini verður umrøtt, um Sirið Stenberg skal skriva undir, ella eitt embætisfólk skal skriva undir. Niðurstøðan er, at embætisfólk skal skriva undir. Eisini verða orðingar og einstøk orð broytt. Men ein gjøgnumgongd av øllum uppskotunum vísir somu greiðu niðurstøðu Heilsu og Innlendismálaráðið góðkennir broyttu byggisamtyktina fyri havnarøkið, sum er ein fortreyt fyri at byggja havnarlagið í Havn út. Tað er ongantíð upp á tal at broyta avgerðina um at geva Tórshavnar kommunu loyvi. Ein versjón er dagfest 28. juni, og endaliga versjónin verður send úr aðalráðnum 30. juni. Her er eingin munur á skjølunum, ikki annað enn at embætisfólki í fyrru versjónini undirskrivar seg løgfrøðingur og í seinnu versjónini fulltrúi . Á fundi klokkan fýra seinnapartin, mikudagin 29. juni, ganga deildarstjórin og aðalstjórin ígjøgnum tær seinastu broytingarnar í svarskrivinum, sum skal sendast Tórshavnar kommunu. Talan er bara um kosmetiskar broytingar at seta eitt punktum afturat og broyta eitt starvsheiti á einum embætisfólki. Anni á Hædd hevur seinni greitt frá, at hon á hesum fundinum tvær ferðir spurdi Turid Arge, um skrivið við hesum viðmerkingum nú bæði var endaliga góðkent av henni og av landsstýriskvinnuni. Sambært nú fyrrverandi deildarstjóranum svaraði aðalstjórin báðu ferðirnar ja . Uppáhaldið stendur framvegis ósvarað. Trætan helt uppat, tá partarnir gjørdu semju, ið flutti Anni á Hædd í annað starv á Umhvørvisstovuni. Klokkan 11 09 fyrrapartin dagin eftir, tað vil siga hósdagin 30. juni, verður skrivið við avgerðini um havnarútbyggingina sent úr Heilsu og Innlendismálaráðnum til Tórshavnar kommunu. Anni á Hædd avgreiðir málið til skrivaran, sum sendir brævið avstað. Tann avgerðin fekk sum kunnugt álvarsamar avleiðingar fyri deildarstjóran. Anni á Hædd fekk ætlanarskriv um uppsøgn við hóttan um burturvísing fyri at hava sent skrivið út, áðrenn Sirið Stenberg fór á landsstýrisfund at kunna hini í landsstýrinum um skrivið. Landsstýrisfundurin byrjaði klokkan eitt, ein tíma og 51 minuttir eftir at avgerðin varð send Tórshavnar kommunu. Málið um loyvið til Tórshavnar Havn var ikki á skrá fyri landsstýrisfundin. Talan var bara um eina kunning, sum landsstýriskvinnan hevði lovað hinum landsstýrisfólkunum, tá málið varð búgvið til tað. Tað var tað ikki fyrr enn 30. juni, sambært landsstýriskvinnuni. Skjølini í málinum vísa sum nevnt, at ætlanin alla tíðina var at geva Tórshavnar kommunu loyvið. Kortini fekk tað álvarsamar avleiðingar fyri deildarstjóran, tá hon sendi avgerðina út ov tíðliga. Uppsagnarmálið snýr seg um, at deildarstjórin hevur gjørt ímóti boðum. Eg havi ongantíð góðkent, at skrivið varð sent út úr aðalráðnum. Eitt tílíkt álitisbrot má fáa avleiðingar, sigur Sirið Stenberg. Landsstýriskvinnan vil ikki gera samrøðu um málið. Hon hevur ikki fleiri viðmerkingar til tað, sum hon skírir at vera eitt starvsfólkamál. Sirið Stenberg váttar tó tað, sum stendur í ætlanarskrivinum um uppsøgn. At landsstýriskvinnan henda dagin, hin 30. juni, misti alt álit á sín deildarstjóra. Tí er líkamikið, um møguliga ikki so mikið sum eitt komma hevði verið broytt í svarskrivinum, um tað var sent úr aðalráðnum seinni enn klokkan 11 08, hósdagin 30. juni. Enn er ikki vist, um nakar deildarstjóri verður settur aftur á deildina fyri Náttúru og Orkumál í Heilsu og Innlendismálaráðnum. Anni á Hædd hevur sín fyrsta arbeiðsdag sum serligur ráðgevi á Umhvørvisstovuni í dag. Mentanarnevndin í Tórshavnar býráð samtykti í gjár at bjóða arbeiðið at leggja graslíki á Hoyvíksvøllin út av nýggjum. Arbeiðið verður boðið út í innbodnari lisitasjón, og somu feløg, sum vóru við í fyrru útbjóðingini, verða boðin við aftur. Málið byrjaði við, at fimm fyritøkur, Id møblar, Laiderz, Polytan, Uni Sport og Handilshúsið, blivu biðin um at koma við tilboði upp á graslíkið, sum skal á Hoyvíksvøllin, nýggja fótbóltsvøllin í Hoyvík. Tá tilboðini vórðu latin upp tann 15. august, vóru tilboð komin frá Id møblum, Polytan og Laiderz. Landsbyggifelagið, sum stóð fyri útbjóðingini, segði, at lægra tilboðið hjá Id møblum, lægsta tilboðið, leyk ikki treytirnar í útbjóðingartilfarinum. Landsbyggifelagið segði eisini, at hini tilboðini vóru ov dýr. Umsitingin hjá býráðnum, trivnaðarstjórin, mentamálaleiðarin og deildarleiðarin á stjórnarskrivstovuni, tóku hetta til eftirtektar og mæltu til at bjóða graslíkið út av nýggjum. Men tað helt meirilutin í Mentanarnevndini, tey fýra í býráðsmeirilutanum, ikki. Tey mæltu býráðnum til at taka av tilboðnum, sum sambært serkunnleikanum ikki leyk treytirnar í útbjóðingartilfarinum. Men so fór onkur at kanna tilboðini betur og kom eftir, at tað eina tilboðið hjá Laiderz er nakað lægri enn tilboðið, sum meirilutin í Mentanarnevndini vildi hava býráðið at taka av, tí tað var lægsta boðið. Fíggjarnevndin bað tí Mentanarnevndina um at viðgera málið av nýggjum. Og tað gjørdi nevndin í gjár. Niðurstøðan er, at arbeiðið verður boðið út av nýggjum og nýtt útbjóðingartilfar er gjørt. Tað sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis og vinnumálum, sum á oljuráðstevnuni í Stavanger í vikuni kunngjørdi, at nýtt útbjóðingarumfar verður 17. mai næsta ár. Útbjóðingin verður opin í níggju mánaðir. Nevndin hevur fingið til uppgávu frá Høgna Hoydal at skjóta upp, hvussu millum annað fiskirættindi skulu lutast út í uppboðssøluskipan. Um ein mánað skal endaliga tilmælið handast. Landsstýrismaðurin hevur lagt dent á, at hann vil hava eitt tilmæli, men tað fær hann so ikki frá nevndini. Loft skal leggjast á útreiðslurnar hjá kommununum, eisini á íløgurnar. Og kommunurnar krevja ov nógvar pengar frá skattaborgarunum. Stór frávik eru ofta millum játtan og nýtslu. Tað er høvuðsboðskapurin hjá Búskaparráðnum í seinnu frágreiðingini í ár. Hoyr samrøðuna við Sverra Hansen, formann í Búskaparráðnum. Durita Fagradal Augustinussen og pápi hennara, Hilmar Augustinussen, greiða frá motorsúkklukoyring og um motorsúkklutreffinum, sum er um vikuskiftið. Motorsúkklukoyrarar eru serliga ansnir í ferðsluna, tað hættisliga er, tá bilførarar ikki hava fyrilit við motorsúkklunum, sigur Hilmar Augustinussen, sum hevur stóran áhuga fyri motorsúkklum. Hans Marius Ziska og danin, Roar Amundsen, skipa fyri eini sangskrivaraverkstovu, sum verður í Ungdómshúsinum í Klaksvík mánadagin. Alternativu morguntíðindini snúgva seg um Anniku Olsen, ið skrivar nógv á Facebook, og um Heðin Mortensen, sum er væl vardur av tveimum miðlum. Tað er eitt sera umfatandi arbeiði at koma við tilboði upp á so stóra verkætlan, sigur Teitur Samuelsen, stjóri í P f Eystur og Sandoyartunlar. Bara tey samtøk, sum P f Eystur og Sandoyartunlar hava góðkent, sleppa at lata tilboð. Krøvini eru millum annað, at samtøkini hava royndir við tunnilsbygging. Eysturoyartunnilin er mettur at kosta eina milliard krónur. Ikki fyrr enn tilboðini eru komin síðst í september er greitt, hvør veruligi kostnaðurin fyri undirsjóvartunnilin er. Longda freistin fer ikki at ávirka tíðarætlanina. Fyrsta skotið verður væntandi latið av í ár, sigur Teitur Samuelsen, stjóri í tunnilsfelagnum. Fíggjarnevndin hevur fund týsdagin. Síðani málið varð lagt fyri tingið, hava Fjarhitafelagið og Umhvørvisstovan verið rúkandi ósamd, um nýggi bygningurin í Marknagili í Havn skal hitast við fjarhita ella jarðhita. Eisini hevur spurnartekin verið sett við, um uppskotið hjá Rigmor Dam hevur meiriluta í tinginum, tí Heðin Mortensen, samgongutingmaður og borgarstjóri í Havn, hevur sagt, at hann fær illa tikið undir við jarðhitaloysnini. Jarðhitaloysnin gongur ímóti orkupolitisku heildarætlanini við fjarhita, sum Tórshavnar kommunu hevur samtykt og arbeiðir eftir, heldur Heðin Mortensen. Fyrr í vikuni hevði Rigmor Dam, landsstýriskvinna, fund við Fjarhitafelagið og Umhvørvisstovuna um málið, og hon hevur nú givið teimum eina viku at finna eina orkuloysn. Fíggjarnevndin hevði fund um uppskotið í síðstu viku, og tá høvdu fleiri fingið fundarboð at siga sína hugsan. Nevndin hevur síðani bíðað eftir royndini hjá landsstýriskvinnuni at finna eina loysn. Nú er fundur ásettur at verða fyrrapartin týsdagin. Tá hevur fíggjarnevndin millum annað boðsent Kappingareftirlitinum á fund um málið. Upprunaliga tíðarætlanina fyri tunnilin segði, at hann skuldi vera liðugur móti sumri 2017. 23. juni í 2014 setti Jørgen Niclasen, sum tá var landsstýrismaður, spakan í fyri Viðareiðistunlinum. 15. juli í fjør læt Elinborg Thomsen seinasta skotið av í tunlinum. Tá farið varð undir arbeiðið, tóku trupulleikar seg upp, millum annað við leysum tilfari, og neyðugt varð at flyta tunnilin 30 metrar hvannasundsmegin, og at leingja betongportalin viðareiðismegin. Viðareiðistunnilin er 1939 metrar langur, og tilkoyringarvegirnir eru 3.700 metrar til samans. Sostatt er talan um umleið seks kilometrar av asfalteraðari koyribreyt til samans. Játtanin til tunnilin var 162 milliónir krónur. Hóast stórar avbjóðingar at fáa játtanina at røkka, hevur verið arbeitt bæði skjott og gott, sigur Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki. Játtanin var væl undir lægsta boð, og tí hevur verið neyðugt at finna allar hugsandi sparingar, so tað kundi bera til at fremja verætlanina, sigur Ewald Kjølbro í tíðindaskrivi í dag. Landsstýrið vil ikki fáa Løgtingið at áleggja kommununum útreiðsluloft. Kommunurnar skulu spyrjast, hvat tær halda. Ein semja skal fáast millum land og kommunur. Tað er politikkurin hjá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, sum í dag fekk at vita frá Búskaparráðnum, at tað er neyðugt at leggja loft á íløgur og aðrar útreiðslur hjá kommununum. Kristina Háfoss vil ikki noyða kommunurnar at gera nakað, sum tær ikki vilja. Innflutningurin av persónbilum er øktur við 17,3 prosentum frá januar til august í ár samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Tað vísa tøl hjá Akstovuni. Higartil í ár eru innfluttir 1453 nýggir bilar, tað eru 214 fleiri enn sama tíðarskeið í 2015. Tá vórðu 1239 persónbilar innfluttir, vísa nýggjastu hagtølini. Í august mánað í ár vórðu 179 persónbilar innfluttir í Føroyum, í august í fjør var talið 119. Tann vøksturin var sostatt 50,4 prosent. Nú skal kannast um tað er nóg mikið av vindi til, at fólk í Suðuroy kunnu fáa streym frá vindmyllum, skrivar Umhvørvisstovan á heimasíðuni. Ein mastur við vindmátara er sett upp í porkerishaganum fyri at fáa greiðu á um tað loysir seg at gera eina vindmyllulund í Suðuroynni. Umhvørvisstovan hevur havt samband við Porkeris kommunu. Tá støða er tikin til, hvar ein vindmyllulund kann gerast, verður tosað við tey, sum eiga jørðina. Vindmyllulundin í Suðuroy kann verða liðug og klár at seta í rakstur um eitt ár, á heysti í 2017, um alt gongur sum ætlað sigur Umhvørvisstovan. Nógv av fundarfólkunum gjørdust bilsin, tá ið Johnny í Grótinum, formaður í nýskipanarnevndini gjørdi greitt undir fiskivinnuráðstevnu í Runavík í dag, at allur fiskur verður seldur á uppboði frá 2018. Tað var ein av niðurstøðunum hjá Magna Laksáfoss, búskaparfrøðingi, í fyrilestrinum á fiskivinnuráðstevnuni, sum útvarpsrásin R7 skipaði fyri í Løkshøll í Runavík í gjár. Tvørturímóti hevur fiskivinnan neiliga ávirkan á føroyska búskaparvøksturin, segði Magni Laksáfoss, sum eisini er tingmaður fyri Sambandsflokkin og limur í politiska fylgibólkinum hjá fiskivinnunýskipanarnevndini. Fiskivinnan hevur minni týdning fyri føroyska búskapin í dag, enn hon hevði fyri 10 15 árum síðani, og hon eigur ongan part av vøkstrinum, sum hevur verið í føroyska búskapinum síðani ár 2000, segði hann. Orsøkin til hetta er heimaflotin. Í botnfiskaveiðuni gongst so mikið illa, at tað dregur úrslitið fyri samlaða fiskiskapin niður, hóast ovurstór avlop eru í uppsjóvarvinnuni. Sostatt hevur fiskivinnan sum heild neiliga ávirkan á føroyska búskapin, sigur Magni Laksáfoss. Í eini fiskivinnunýskipan eiga vit hugsa meira um, hvussu fiskivinnan kann skapa størri virði, og minni um tal av fiskiførum, tal av sjómonnum og inntøkum til landskassan, segði Magni Laksáfoss millum annað í Løkshøll í gjár. Tað merkir, at nýtt tingár byrjar ikki fyrr enn eftir altingsvalið. Tað skuldi annars byrja 13.september, og hetta valskeiðið skuldi vara til 26.apríl næsta ár. Stórur áhugi var fyri føroysku uppboðsøluni á stevnuni fyri fiskimálaráðharrar í útnorði, sum hevur verið í Grønlandi um dagarnar. Á fundinum vóru Høgni Hoydal, landstýrismaður í fiskivinnumálum, og Nikolaj Jerimiassen, grønlendski landstýrismðaurin í fiskivinnumálum. Ísland var umboðað av aðalstjóranum í fiskimálaráðnum, tí íslendski ráðharrin noyddist at senda avboð. Harumframt vóru fiskifrøðingar og umboð fyri fiskivinnuna á fundinum. Royndir hava verið aðrastaðni við uppboðsølu, men ikki í so stóran mun sum í Føroyum, har ætlanin er, at allur fiskurin skal á uppboðslu. Bæði Ísland og Grønland hava kvotur, sum meira ella minni eru endaðar á privatum hondum, men tað vil Høgni Hoydal sleppa undan, sigur hann við Dimmalætting. Tað var boðskapurin hjá høvuðsnavninum á fiskivinnuráðstevnuni, Fyrimunir og vansar við fríari uppboðssølu, sum útvarpsrásin R7 skipaði fyri í Løkshøll í gjár. Reiðarin tímir ikki at seta pening í nýggj skip, og tá tíðin nærkast, at kvoturnar fara úr gildi, eru tær einki verdar, sigur Libecap. Tað var manningin á einum norskum seglskipi, sum saman við ferðaleiðaranum Pól Sundskarð fann grindina, ið legði beinini í Hvannasundi í gjár. Tey vóru stødd norðuri í Ormadali í Viðoynni tá tey sóu grindina. Manningin við seglskipinum eru norðmenn, ið eru til avvenjingar fyri rúsevni. Tey eru vóru sera hugtikin av øllum sum fór fram í sambandi við grindadrápið. Í sendingini tosa vit við Pól Sundskarð og norðmenninir ið vit hitta eru eru Are, Kaja, Christian, Richard, Susanne og Sitan. Karl Johansen, sýslumaður í Norðoyggjum, greiðir frá, hví allir 67 hvalirnir beinanvegin vórðu fluttir við lastbili til Klaksvíkar. Næmingarnir í Húsarhaldsskúla Føroya fingu eisini part í grindini, og Vár Jacobsen, næmingur, og Joan M. Sivertsen, lærari, greiða frá hvussu skúlin fer at gagnnýta grindina. Norðmaðurin Olav Mæland úr Bømlo er føroyavinur burturav. Hann lærdi seg av fyrstan tíð at skilja føroyskt av kvøðuljómunum í Útvarpinum. Hann kennir seg veruliga heima í Føroyum. Vit hitta hann í Klaksvík, har hann býr hjá vinfólkum. Hans Christian Øregaard er ein av mongum moyrum klaksvíkingum í dag. Fríggjakvøldið var hann í grind í Hvannasundi, allan leygardagin var hann til hendingaríka steypafinalu hjá KÍ og í dag hevur hann skorið grind upp. Hann sigur, at hetta hevur verið eitt stuttligt og strævið vikuskifti. Fuglafjarðar skúli hevur evnisviku hesa vikuna mentanardagar eru í Fuglafirði. Evnið fyri mentanarvikuna er tilfeingi, og hetta evnið leggur skúlin eisini dent á. 5. flokkur ger kassabilar, og hesum greiðir Edmund Joensen lærari frá, og vit hitta eisini næmingarnar Eyðun, Margrethu, Bergtór og Mariu. 6. flokkur hevur havt hønur, sum tey sjálvi klæktu. Nú eru allir hanarnir dripnir og skulu brúkast til matna á mentanarvikuni. Næmingarnir hava knýtt seg til hønurnar. Samrøður Rebekka Jensen, lærari, Beinta og Pól Jóhannus, næmingar. Tríggir teir yngstu flokkarnir arbeiða við barnarímum hjá fuglfirðinginum Aleksandur Kristiansen og gera lutir, ið verða nevndir í yrkingunum. Samrøður Marta á Lakjuni, lærari, Elisa og Markus, næmingar. Vit ringja til Gunnar Skúvadal og spyrja hvussu tað hevur verið ið ferðafólkum undir Vestmannabjørgunum í summar Nú fríggjadagin verður nýggi Viðareiðistunnilin tikin í nýtslu. Í dag koyra Ernst Vágsgarð, formaður hjá Landsverki í Norðoyggjum, og Tórður Mikkelsen frá gjøgnum tann ljósa og turra tunnilin. Ernst Vágsgarð greiðir eisini frá gamla Viðareiðisvegnum. Fyri hjúnini Hildu og Hanus Kjølbro á Viðareiði verður tað serliga stórt, at Viðareiðistunnilin nú er veruleiki. Fyri nøkrum árum síðani kom ein stórur steinur oman á bilin hjá Hanusi á Viðareiðisvegnum og bilurin bleiv vark. Hilda sigur, at tað var eitt Guds undur, at Hanus og tvey ára gamla dóttirin, ið var við, sluppu so væl. Sigurjón Tórðarson sigur, at skipanin við søguligum rættindum, har fiskiloyvini enda á privatum hondum, hava lagt bygdir í Íslandi í oyði. Alternativu morguntíðindi snúgva seg eisini um mátan hjá Henriki Old at spara og aktuellu yvirskriftina í lesarabrævinum hjá Ungum fyri Miðflokkin. Nógv kjak hevur verið í miðlunum í sambandi við sokallaðu svimjidraktina, burkuna , sum nakrar muslimskar kvinnur brúka til at dekka allan kroppin. Hetta kom fram, eftir at løgreglan í Fraklandi tvingaði eina kvinnu úr burkuni á strondini. Heini í Skorini greiðir frá hvørji atlit skulu havast í huga í sambandi við kjakið. Undirhúsið á Toftum er blivið eitt fast savningarstað hjá nógvum eldri monnum á plássinum. Nú vit vitja har, er 65 ára føðingardagur. Vit gera fleiri samrøður og spyrja, hvønn týdning Undirhúsið hevur fyri hesar menn. Tórður hittir Haldor Gaardbo, William Hansen, Justinus Ústi Hansen og Mattheus Fossdalsá. Og í kvøld spælir U21 fótbóltslandsliðið móti Russlandi á Svangaskarði á Toftum. Vit hitta annan av landsliðsvenjarunum og tveir av U21 leikarunum. Tórður hitti venjaran Bill McLeod Jacobsen og leikararnar Hørður Askham og Magnus Egilsson. Hans Andrias Djurhuus, fortelur um áhugafelagsskapin Gjómaður og Gunnar tosar eisini við Jógvan Søren Hansen, leiðara fyri kvøldskúlarnar í havn, um stóra áhugan, millum fólk, fyri at sleppa á okkurt kvøldskúlaskeið í vetur. Útbjóðingartilfarið verður broytt nakað, nú graslíkið til Hoyvíksvøllin, nýggja fótbóltsvøllin í Hoyvík, verður boðið út av nýggjum. Mentanarnevndin hjá býráðnum samtykti mikudagin at bjóða graslíkið út av nýggjum, soleiðis sum umsitingin hjá býráðnum mælti til av fyrstan tíð, tí tilboðið, sum fyrst varð hildið vera tað lægsta, helt ikki treytirnar í útbjóðingartilfarinum. Beint áðrenn býráðið skuldi taka støðu til málið á eykafundi, sendi Fíggjarnevndin málið aftur í Mentanarnevndina, tí nú var eitt tilboð frá einum øðrum veitara vorðið tað bíligasta. Higartil hevur Tórshavnar kommuna brúkt tað, sum eitur tilfar, stoypt á staðnum, á graslíkisvøllum. Nú verður eisini loyvt at bjóða fram tilfar, sum er gjørt aðrastaðni, í høvuðstilboðnum. Danska Almanna og innanríkismálaráðið ger vart við, at sambært altjóða privatrættarligum grundreglum skulu hjúnabond og skrásett parløg millum samkynd, sum eru gift í øðrum londum, viðurkennast í Føroyum, tað er um føroyska hjúnabandslógin verður broytt. Møguliga fer ikki at bera til hjá teimum, sum eru gift í kirkju í øðrum landi, eitt nú í Grønlandi ella í Danmark, og búgva í Føroyum, at skiljast her. Men kanska kann rættargangslógin, sum er galdandi í Grønlandi og Danmark, brúkast, tá samkynd fólk, sum eru gift í kirkju har, vilja skiljast. Annars noyðast fólk aftur til landið, har tey blivu gift í kirkju, vilja tey skiljast. Danska stjórnin tekur ikki støðu til, um fólkakirkjan í Føroyum kann nokta at signa samkynd, sum eru borgaraliga gift. Tí fólkakirkjan er yvirtikin. Danska Almanna og innanríkismálaráðið sigur seg bíða, til føroyingar hava broytt hesa reglu. Ráðið vil fegið hjálpa føroyingum at finna røttu orðingina at seta í fyriskipanina um hjúnaband. Kongaliga fyriskipanin um hjúnaband í Føroyum kemur í gildi, tá Føroyar hava sæð til, at samkynd hjún ikki kunnu krevja signing í fólkakirkjuni. Metingin er, at 10,2 milliónir tons eru av makreli. Hetta eru 32,5 prosent meira enn í fjør, boða fiskirannsóknarstovurnar í Noregi og Íslandi frá. Tað er samkoman, Keldan, ið hevur stovnað frískúlan. Virðisgrundarlagið hjá skúlanum er kristna trúgvin. Kann tað vera ein vansi, at frískúlin byggir í so stóran mun á kristnu trúnna Jastrid Høj greiðir frá, hvussu skúlin er skipaður. Arbeiðsgevarafelagið heldur millum annað, at greitt ábyrgdarbýti eigur at vera millum nevndina í partafeløgunum hjá landinum og landsstýrisfólkið, sum varðar av felagnum. Eigarapolitikkurin eigur at hava tilmæli um fíggjarligar málsetningar, so sum krøv um avkast, fyri hvørt felag sær, serliga feløgini, sum kappast við onnur feløg. Felagið sigur seg hava fingið at vita, at nøkur almenn partafeløg meta leysliga, at tey noyðast at seta eitt ella tvey fólk afturat, tá eigarapolitikkurin kemur. Evsta mark at søkja var í gjár, og inn komu 26 umsóknir til at gerast góðsku og kt leiðari og 62 umsóknir til starvið sum trygdar og sløkkiliðsfólk. Vága Floghavn fer næstu vikurnar at gjøgnumganga allar umsóknirnar, og tey, sum hava søkt, fáa svar í hesum mánaðinum. Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi, er nú forkvinna í nevndini fyri Føroyagrunnin frá 1971, sum eigur partapening í J.F.K. Troli. Næsta ár er ætlanin at fara undir Hvalbiartunnilin, og í nýggju samferðsluætlanini standa tunlarnir norður um Fjall síðani fyri tørni, sigur hann. Ferðaliðið hjá Útvarpinum sendi beinleiðis frá hátíðarhaldinum og gjørdi nógvar samrøður, bæði við tunnilsmunnan hvannasundsmegin og á Viðareiði. Malena Sivertsen, Norðdepil Hans Jákup Kallsberg, borgarstjóri á Viðareiði Henrik Old, landsstýrismaður Jógvan Heinesen, Viðareiði Jacoba Staksá, Viðareiði Maria Staksá, Viðareiði Olevinus Sørensen, Viðareiði Hjørleif Simonsen, Viðareiði Anfinn Kallsberg, Viðareiði Ernst Vágsgarð, arbeiðsformaður hjá LV Í útvarpsstovuni Kári Sólstein Reportarar á staðnum Gunnar Nolsøe og Tórður Mikkelsen Teknikarar Høgni Fagraberg og Eyðbjørn við Skipá Útfrá teimum einkultu havhestateljingunum, sum hava verið seinastu árini, sær út til, at vit við góðari samvitsku kunnu veiða havhest. Trupulleikin er tó, at eingin kennir neyvu gongdina hjá havhestastovninum, tí eingin skipað havhestateljing er. Tað sigur Bergur Olsen, fuglafrøðingur. Birdlifte International, hægsti altjóða felagsskapurin innan náttúru og fulglalív, skrivaði í ársfrágreiðingini frá 2015, at havhestastovnurin er hóttur í Evropa og settu hann tí á reyða listan. Nýggja uppskotið um SU fer at fáa óhepnar avleiðingar fyri grønlendsk lesandi og Grønland sum heild. Tað heldur felagið, Avalak, sum er felagið hjá grønlendskum lesandi í Danmark. Felagið er ørkymlað av broytingunum, sum danska stórnin í vikuni boðaði frá. Fyri tað fyrsta skal mánaðarligi studningurin, sum í dag er 5.941 krónur, minkast við 800 krónum. Afturfyri skulu tey lesandi fáa møguleika at fáa størri SU lán enn í dag. Felagið hjá grønlendskum lesandi hevði fund um nýggju reglurnar hóskvøldið, og har var niðurstøðan, at broytingarnar eru av tí ringa. Hetta er ein uppgerð við danska vælferðarstatin og rættin hjá øllum at fáa eina útbúgving, sigur Marie Kahlig, forkvinna í Avalak. Tey óttast fyri, at tað verður torførari at fáa grønlendingar heim aftur til Grønland eftir loknan lesnað. Stjórnin lovar nevniliga ein serligan skattafrádrátt trý tey fyrstu árini eftir loknan lestur, men treytin er at man býr í Danmark. Hetta samsvarar ikki við ynskjunum hjá Grønlandi um at fáa tey lesandi aftur til Grønlands sum skjótast. Hetta fer óbeinleiðis at tyngja grønlendska búskapin, sum frammanundan er sperdur, vísir Marie Khalig á. Landsstýriskvinnan í útbúgvingarmálum, Nivi Olsen, sigur seg ikki óttast fyri, at nýggju SU reglurnar fara at hava keðiligar avleiðingar fyri Grønland. Føroya arbeiðsgevarafelag tekur undir við, at landið fær sær ein eigarapolitikk, men felagið hevur nógvar viðmerkingar í sínum hoyringarsvari. Arbeiðsgevarafelagið heldur millum annað, at greitt ábyrgdarbýti eigur at vera millum nevndina í partafeløgunum hjá landinum og landsstýrisfólkið, sum varðar av felagnum. Eigarapolitikkurin eigur at hava tilmæli um fíggjarligar málsetningar, so sum krøv um avkast fyri hvørt felag sær, serliga feløgini, sum kappast við onnur feløg. Landsstýrið eigur at hugsa um, at feløgini í Føroyum eru minni enn feløg í øðrum londum. Tí eiga reglurnar ikki uttan nakað at verða skrivaðar av eftir útlendskum reglum. Arbeiðsgevarafelagið mælir eisini til at gera eina einfalda skipan, sum ikki krevur so nógva umsiting. Felagið sigur seg hava fingið at vita, at nøkur almenn partafeløg meta leysliga, at tey noyðast at seta eitt ella tvey fólk afturat, tá eigarapolitikkurin kemur. Føroyingar fáa ikki at vita, hvør skipan skapar størst virðir fyri samfelagið, tá nevndin, sum skal nýskipa fiskivinnuna, bara kemur við uppskoti um uppboðsølu. Tað sigur Bárður á Steig, formaður í Sambandsflokkinum. Formaðurin í nýskipanarnevndini, Johnny í Grótinum, gjørdi greitt á ráðstevnu hjá R7 hósdagin, at øll fiskirættindi skulu á uppboð eftir 2018. Fyrr hevur barað verið brúkt hugtakið marknaðargrundað skipan, men nú er greitt, at talan verður um uppboðssølu. UEFA skal hava nýggjan forseta eftir at fraklendingurin, Michel Platini, varð útihýstur frá øllum virksemi, sum hevur við fótbólt at gera. Forsetavalið í UEFA verður nú 14. september í Athen, og tey trý valevnini, sum vilja gerast forseti í UEFA, eru Aleksander Ceferin úr Slovenia, Michael van Praag úr Hollandi og Angel Maria Villar Llona úr Spania. Michel Platini var forseti í UEFA frá 2007 til 2015. Men fyrr í ár varð hann dømdur til at vera útihýstur frá øllum fótbóltsvirksemi í fýra ár, tí hann hevur tikið móti mutri frá fyrrverandi forsetanum í FIFA, Sepp Blatter. Tað er greitt, nú G20 londini hittast á fundi í býnum Hangzhou í Kina, at bæði Kina og USA fara at góðkenna veðurlagsavtaluna, sum varð gjørd í París í fjør. Bæði kinesiski forsetin, Xi Jinping, og amerikanski forsetin, Barack Obama, høvdu undirskrivað skjøl við, tá teir møttu upp á fundinum. ST aðalskrivarin, Ban Ki Moon, sigur, at hann fer at bjóða stjórnarleiðarum til New York í USA fyri at fáa veðurlagsavtaluna formliga góðkenda. Hann væntar, at avtalan kann verða sett í verk seinast í hesum árinum. Tað er greitt eftir at Theresa May, forsætisráðharrin í Bretlandi, og amerikanski forsetin, Barack Obama, hittust á G20 toppfundi í Kina um vikuskiftið. Hetta er fyrstu ferð, at Theresa May, nýggi forsætisráðharrin í Bretlandi, og Barack Obama, amerikanski forsetin, hittast eftir at hon tók við embætinum í juli. Ikki óvæntað varð tingast um handilsviðurskiftini millum tey bæði londini eftir at Bretland á fólkaatkvøðu í summar atkvøddi fyri at fara úr ES. Vit arbeiða uppá eina handilsavtalu við Asia og eina við ES. Tí fara vit ikki at gera eina sjálvstøðuga avtalu við Bretland, sigur Obama. Brexit merkir Brexit. Tí verður eingin nýggj fólkaatkvøða í Bretlandi um ES limaskapin hjá Bretlandi, sigur Theresa May, bretskur forsætisráðharri. Hálvan august tók norska kirkjan eina nýggja skipan í verk, har fólk á alnetinum kunnu gerast limir, ella strika seg sum lim. Næstan 25.000 fólk nýttu ta skipanina, tá tey strikaðu seg sum lim í norsku kirkjuni. Forkvinnan fyri norsku biskupanar, Helga Haugland Byfuglien, heldur ikki, at talan er um at fólk flýggja úr kirkjuni, tí tey, sum nú hava valt at taka seg úr kirkjuni, mugu setast í mun til tey nógvu, sum eru limir í kirkjuni, sigur hon. Formaðurin fyri kirkjuráðslimirnar, Jens Petter Johnsen, heldur, at talan er um eitt ógvuliga høgt tal, tá tey eru yvir 25.000, sum valdu at venda kirkjuni bakið. Hann sigur seg kortini vænta, at talið av fólkum, sum fara at venda krikjuni bakið, fer at minka sum frálíður. Í løtuni eru 3,9 milliónir fólk limir í norsku kirkjuni. Tá eru tey, sum búgva uttanlands, tald við. Higartil í ár hava yvir 34.000 fólk vent norsku kirkjuni bakið, samstundis sum 2.000 fólk hava innlimað seg. Samsung Electronics tekur nú aftur allar Samsung Galaxy Note 7 fartelefonir, ið eru seldar síðani telefonin kom á marknaðin fyri tveimum vikum síðani. Tað hendir eftir at til samans tað eru skrásettir 35 tilburðir, har battaríið í nýggju fartelefonini er brostið. Øll sølan steðgar eisini beinanvegin, sigur fyritøkan. Samsung vil ikki siga, hvussu nógvar telefonir nú verða tiknar aftur. Tað er longu greitt, at tað verður ein fíggjarligur smeitur fyri fyritøkuna. Feilurin er mettur at kosta Samsung umleið 33 milliardir krónur, halda greinarar. Ongantíð áður hevur fyritøkan kallað aftur so nógvar telefonir við feili. Til samans hevur Samsung longu selt fleiri enn 2,5 millónir Galaxy Note 7 fartelefonir. Fólk, ið longu hava keypt fartelefonina, fáa eina nýggja, upplýsir Samsung. Stjórnin í Írlandi tók avgerðina á fundi fríggjadagin. Eitt uppskot um at kæra verður lagt fyri tjóðartingið mikudagin, upplýsa myndugleikarnir. ES tók avgerðina tí mett verður, at Apple bert hevur goldið smávegis upphæddir í skatti í Írlandi, hóast felagið hevur tjent fleiri hundrað milliardir krónur av virkseminum í Evropa. Partafelagsskatturin í Írlandi er 12,5 prosent, men sambært ES hevur Apple goldið nógv minni enn tað í skatti. Fyritøkan skal tí gjalda 97 milliardir krónur í revsiskatti. Góðtekur írska stjórnin at taka ímóti pengunum frá Apple, so viðgongur hon samstundis at hava givið stóra altjóða felagnum sersømdir, og tað verður mett sum kappingaravlagandi. Amerikanski forsetin, Barack Obama, sigur seg stúra fyri, at tað verða amerikansku skattgjaldararnir, ið mugu rinda fyri bótina, sum Apple hevur fingið frá ES. Talsmaðurin fyri Hvítu Húsini, Josh Earnest, sigur, at Apple kann draga bótina frá pengunum, sum fyritøkan skyldar amerikanska statinum. Barack Obama, forseti, sigur, at tað er ikki rættvíst mótvegis amerikansku skattgjaldarunum. Hann heitir á ES um at samstarva um skattareglur, ið skulu vera galdandi kring allan heimin. Amerikanska fíggjarmálaráðið hevur funnist hvassliga at ES fyri at hava álagt Apple at rinda næstan 100 milliardir krónur í revsiskatti. Tað heldur Høgni Hoydal, landsstýrismaður fast um. Men hann mælir til at geva tol, til nevndin, sum arbeiðir við fiskivinnunýskipanini, kemur við sínum uppskoti, tí nógvu gitingarnar órógva málið. Á næsta býráðsfundi í Runavík, sum verður nú týsdagin, skal býráðið taka støðu til, um ein slíkur bólkur skal setast. Fólkatalið veksur so nógv í løtuni, at økið má skipast betur, sigur borgarstjórin í Runavík, Tórbjørn Jacobsen. Tað segði ES forsetin, Donald Tusk, millum annað á G20 toppfundinum, sum er í Kina nú um vikuskiftið, har 20 stórveldi í heiminum hittast. Donald Tusk, forseti í ES, heitti á G20 toppfundinum á onnur lond í heiminum um at taka á seg sínar skyldur mótvegis nógvu flóttafólkunum. Borgarstjórin í Runavíkar Kommunu biður landsstýriskvinnuna í fíggjarmálum um at halda fingrarnar vekk og gloyma alt tos um at skerja møguleikan hjá kommununum at gera íløgur. Í Runavíkar Kommunu eru einar 25 milliónir eftir til íløgur um árið, tá ið alt annað er farið burturav, og tað gevur onga meining at fara inn í nakran dialog við Fíggjarmálaráðið fyri at minka um hesa upphæddina. Hon kann heldur ikki vera nakar trupulleiki, tá ið tað snýr seg um konjunktur sveiggini í samlaða búskapi landsins, skrivar Torbjørn Jacobsen. Búskaparráðið mælir í nýggjastu frágreiðing síni til at leggja loft á útreiðslurnar hjá kommununum, eisini á íløgurnar. Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum sigur seg ikki vilja áleggja kommunum eitt tílíkt loft við lóg, men í staðin vil hon taka upp samráðingar við kommunurnar. Tann ætlanin fær kalliga móttøku frá borgarstjóranum í Runavíkar Kommunu. Kristina Háfoss veit, at eitt lógaruppskot um at avmarka íløgurnar hjá kommununi vildi verið skolað út aftur tinginum. Í staðin vil hon tosa kommunurnar upp í lag. Hesar skulu onkursvegna sjálvar sleppa at gera av, um tær verða skutlaðar ella skornar á háls, skrivar Torbjørn Jacobsen og biður landsstýrið um at rudda upp hjá sær sjálvum fyrst. Sum ikki einaferð verður lítið og onki tosað um ovurstóru nýtsluna í rakstrinum hjá landinum, sum bara er farin galopperandi avstað tey seinastu nógvu árini. Nú vórðu íløgurnar hjá kommununum so brádliga tann stóra yvirskriftin og høvuðstrupulleikin í teimum búskaparligu Føroyum. Torbjørn Jacobsen heldur, at Búskaparráðið og landsstýriskvinnan í fíggjarmálum hava skeivt fokus og biður tey í staðin hyggja eftir rakstrar útreiðslunum hjá landinum. 57.000 fólk úr øðrum londum virka í bretska heilsuverkinum, og tey fara helst úr landinum, um tey ikki fáa endaligt uppihalds og arbeiðsloyvi. Tað vísir ein frágreiðing, sum er gjørd um avleiðingarnar av, at Bretland fer úr ES. Tí verður mælt til, at bretsku myndugleikarnir sum skjótast geva øllum í heilsuverkinum bretskan ríkisborgaraskap. Tað kostar 11.000 krónur at biðja um ríkisborgararættindi í Bretlandi, og hóast tað, so veksur talið av borgarum úr øðrum ES londum, ið vilja búseta seg í Bretlandi. Mælt verður til, at gjaldið verður strikað fyri tey, sum starvast í heilsuverkinum. Júst heilsuverkið varð nógv nýtt uppundir fólkaatkvøðuna í juni. Tá søgdu bæði núverandi uttanríkisráðharrin, Boris Johnson, og fyrrverandi løgmálaráðharrin, Michael Gove, at Bretland kundi spara tríggjar milliardir krónur um vikuna, um bretar valdu at fara úr ES. Teir pengarnir kundu ístaðin fara til heilsuverkið. Síðani fólkaatkvøðuna er tað orðaskiftið tagnað. Nú verður sagt, at Bretland framvegis fer at hava brúk fyri fólkum úr øðrum ES londum. Í Norra vísir kanning, at seks av 10 brúka ikki blunkjósini rætt í rundkoyring. Nógv bendir á, at støðan er ikki stórt frægari í Føroyum. Hetta irriterar fólk, sigur Benny Ejdesgaard, koyrilærari, ið saman við morgunsendingini hyggur at ferðsluni í rundkoyringini á Hálsi í Havn Til samans brúktu føroyingar í januar 167.791.205 krónur við gjaldkorti í handlunum. Í juni brúktu føroyingar 224.030.842 krónur við korti. Í januar brúktu føroyingar í miðal 289,66 krónur, hvørja ferð keypt varð við korti í føroyskum handlum. Í juni var miðaltalið 310,86 krónur. Vøksturin frá vetri til summar fyrra hálvár í ár var støðugur, vísa tølini. Keypihugurin hjá føroyingum vaks støðugt frá vetri til summar. Tað merkir, at tey, sum vilja keypa svartkjaftakvotu, kappbjóða um prísin. Svartkjafturin verður seldur í 15 umførum, 14 linjur við 340 tonsum og ein linja við 240 tonsum. Uppboðssølan á Fiskamarknaðinum byrjar klokkan trý seinnapartin. Landsstýrið hevur gjørt av at selja 20.000 tons av svartkjafti á uppboðssølu í summar. Fyrstu 5000 tonsini verða sum nevnt seld á opnari uppboðssølu í dag. Mánadagin um eina viku selir Fiskamarknaðurin 5000 tons afturat á opnari uppboðssølu. Hini 10.000 tonsini verða seld á afturlatnaðari uppboðssølu. Tað merkir, at øll geva tilboð frammanundan. Vørn skipar fyri afturlatnu uppboðssølunum av svartkjafti. Helvtin verður selt hósdagin og hin helvtin hósdagin í næstu viku. Fyrr í summar hevur landsstýrið selt makrel, norðhavssild og botnfisk í Barentshavinum á uppboðssølu. Tær uppboðssølurnar góvu landskassanum góðar 57 milliónir krónur í inntøku. Leiðarin í franska høgraflokkinum, Front National, Marine Le Pen, lovar franska fólkinum eina fólkaatkvøðu um franska limaskpin í ES, um hon verður vald til forseta. Politiskir eygleiðarar siga tað ikki vera óhugsandi, at Marine Le Pen fer at klára seg somikið væl, at hon sleppur til seinna umfarið av forsetavalinum. Franskir politikarar hava í nógv ár skuldsett Front National fyri at verða fíggindaliga sinnaðan ímóti innflytarum, og at vera ímóti muslimum. Hóast tað, so vísa meiningakanningarnar at flokkurin hevur støðuga framgongd, tí fólk í Fraklandi eru misnøgd við háttin hjá ES í flóttafólkaspurninginum, ið nógv meta sum eina kreppu í Evropa. Talan er um eitt sergjørt borð úr eik við átta plátum hjá heimskenda danska sniðgevanum, Wegner. Fundarborðið fyri 356.250 krónur hevur Mikael Viderø, tekniskur stjóri, keypt frá fyritøkuni Stokholm. Borðið, ið varð keypt fyri 356.250 krónur, stendur nú í Móttøkuhúsinum í Tróndargøtu í Havn. Eitt hús, ið serliga verður brúkt, tá býráðið fær vitjan. Tórshavnar kommuna hevur seinastu árini fleiri ferðir verið fyri atfinningum fyri at oyðsla við pengum hjá skattgjaldarunum í kommununi. Tróndur Sigurðsson, næstformaður í Fíggjarnevndini í Tórshavnar kommunu, tekur frástøðu frá keypinum. Slík keyp eiga at verða viðgjørd politiskt, sigur Tróndur Sigurðsson. Marin Katrina Frýdal, býráðslimur, tekur undir við, at slík keyp eiga at verða viðgjørd politiskt. Býráðið eigur heldur at bjóða bíleggingina út, tá talan er um stórar upphæddir, heldur hon. Tað eydnaðist ikki útvarpinum at fáa at vita, hví kommunan hevur tørv á einum borði, sum kostar meira enn til dømis eitt ársverk á einum ellisheimi, til tíðindasendingina á døgurða. Útvarpið hevur roynt at fáa viðmerking frá Mikael Viderø, tekniskum stjóra, Bjørgfríð Ludvig, kommunustjóra, og Heðini Mortensen, borgarstjóra, men tað eydnaðist ikki. Tórshavnar kommuna sleppur undan at rinda fullu upphæddina fyri borðið, tí kommunan fær 75 prosent av meirvirðisgjaldinum endurgoldið. Dámar tær væl kaffi, so skalt tú í framtíðini vera til reiðar at gjalda enn meira fyri kaffið serliga espresso og instant kaffi, skrivar heimasíðan finans.dk Prísurin á kaffibønum er kvinkaður uppeftir, tí turkur er í Brasil. Stjórnin hevur nú sett tiltøk í verk fyri at minka vatnnýtsluna í landinum. Hetta seinasta árið er prísurin á kaffi, ið er selt í London, hækkaður 21 prosent. Nú verður eitt kilo av kaffi selt fyri 12,35 krónur á marknaðinum í London. Meðan prísurin á kaffi hetta seinasta árið er hækkaður 21 prosent, er ikki heilt óhugsandi, at prísurin fer at hækka uppaftur meira. Hetta er fyrstu ferð í 10 ár, at so lítið er heystað av robusta kaffibønum. Eftirspurningurin eftir kaffi fer at verða søguliga stórur, væntar amerikanska stjórnin. Revsimálið móti Stichting Sea Shepherd Global snýr seg um tvær ákærur, onnur er um brot á revsilógina, og hin er um brot á grindalógina. Ein bátur hjá Sea Shepherd legði upp í grindaraksturin í Sandavági tann 12. august í fjør. Báturin sigldi fyri grindina og millum hvalirnar, beint áðrenn teir gjørdu landgongd. Ákært er fyri brot á revsilógina, tí siglingin í Sandavági var, sambært ákæruvaldinum, fyrilitarleys vandagerð, sum setti lív og heilsu hjá grindafólkunum í vanda. Ákæruvaldið hevði boðsent 15 vitnum, sum vóru á sandinum ella í báti. Trý tey fyrstu vóru longu komin í dómhúsið, tá úrskurðurin fall eingin rættarfundur á hesum sinni. Tað er ikki prógvað, at Stichting Sea Shepherd Global er sloppið sær undan at koma á rættarfundin eftir at ákæruritið er kunngjørt. Ákærin upplýsti, at kravið um bót verður nógv størri enn tær 75.000 krónur, sum Stichting Sea Shepherd Global fekk fyri sín lut í grindadrápinum í Bø 23. juli í fjør. Báturin, Echo, sum hald skal leggjast á sambært ákæruvaldinum, er verdur 234.000 krónur við motorum. Almennu rættarfundirnir verða 16. 19. og 20. september. Sjey fólk vilja vera aðalstjóri í Uttanríkis og vinnumálaráðnum. Sjey umsóknir vóru komnar til starvið, tá freistin var úti á middegi. Bæði løgmaður, Aksel V. Johannesen, og løgmansstjórin, Marjun Hanusardóttir, hava annars sagt, at starvið varð lýst leyst av nýggjum, tí tey vildu hava fleiri skikkaðar umsøkjarar. Tað var eisini orsøkin til, at krøvini í seinnu starvslýsingini vóru linkað nakað. Men færri umsóknir komu hesa ferð, ásannar løgmansstjórin seinnapartin. Vit hava ikki hugt nærri at umsóknunum, so vit vita ikki, um tað eru fleiri skikkaðir umsøkjarar enn seinast, sigur Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri. Setanartilgongdin er byrjað. Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri, vil í dag ikki siga fyri útvarpinum, hvussu drúgv setanartilgongdin verður. Hjá Knút Lutzen var tað við sorgblídni, tí hetta var síðstu ferð, at hann kappaðist við hestinum, Mána, sum hann hevur havt síðani hann var smádrongur. Hesi eru aftursvarini frá býráðslimunum í Tórshavnar kommunu, nú tað er komið fram, at Tórshavnar kommuna hevur keypt eitt fundarborð fyri 356.250 krónur. Útvarpið hevur roynt at fingið fatur á øllum 13 býráðslimum. Tað eydnaðist at fáa fatur á allar býráðslimir uttan Heðin Mortensen, borgarstjóra. Býráðslimirnir, bæði í samgongu og andstøðu, eru samdir um, at borðið, sum er keypt fyri 356.250 krónur til Móttøkuhúsið í Tróndargøtu, er alt ov dýrt. Ein uppboðssøla av fiskirættindum má snúgva seg um annað enn bara at rinda fyri stuttíðarrættindi, og tað er alneyðugt at fáa breiða semju um fiskivinnunýskipanina. Torbjørn Jacobsen sigur, at vegur eigur at verða gjørdur frá nýggja tunnilsmunnanum í Rókini fram við sjóvarmálanum í Runavík og Saltangará, og haðani kann ferðslan fara víðari Gøtu, Fuglafjarðar og Norðoyggjar. Tað er spurningurin, sum fólk framvegis kjakast um, hóast tríggjar vikur eru farnar, síðani ein Kí spælari sló ella skumpaði ein spælara hjá HB. Sveinur Tróndarson, fyrrverandi formaður í kappingingarnevndini hjá Fótbóltssambandinum, heldur, at FSF eigur at taka avleiðingarnar. Kommunurnar kunnu nú eisini brúka Keypsportalin hjá landinum. Harafturat skal prísurin nú hava størri týdning, tá tað almenna skal keypa tænastur ella vørur. Prísurin skal vekta í minsta lagi helvtina. Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, hevur dagført rundskrivið um Keypsportalin. Higartil hevur ikki staðið í rundskrivinum, hvussu nógv prísurin skal vekta. Men tað var altíð ætlanin, at prísurin skuldi vekta nógv fyri at røkka endamálinum við Keypsportalinum, sigur Kristina Háfoss. Kærur eru um prísin, tí hann hevur verið heilt niðri í 20 prosentum. Tá prísurin vektar so lítið, er lítið endamál við útbjóðingini. Nú er kravið, at prísurin skal vekta í minsta lagi 50 prosent. Eingi einstøk viðurskifti í útbjóðingini kunnu vekta minni enn fimm prosent. Markið fyri, hvat skal bjóðast út, er samstundis lækkað. Fyrr var kravið, at landið skuldi biðja um tilboð frá í minsta lagi tveimum veitarum, tá keypast skuldi fyri í minsta lagi 50.000 krónur og í mesta lagi 800.000 krónur. Skuldi keypast fyri meira enn 800.000 krónur, skuldi bjóðast út alment á Keypsportalinum. Nú er hetta markið vorðið 500.000 krónur í staðin fyri 800.000 krónur. Ætlar landið at keypa tænastu ella vøru, sum kostar meira enn 500.000 krónur, skal bjóðast út alment. Nú sleppa kommunur og almennar byggiverkætlanir eisini at brúka Keypsportalin. Búsetur er dømt at rinda 15.000 krónur í bót fyri brot á arbeiðs og umhvørvislóggávuna, tá ið eitt starvsfólk hjá Búsetri, Súni úr Hørg, datt gjøgnum hol í eini tekju í marts í 2014. Fallið var 10 metrar, og tað stóð um lív hjá Súna úr Hørg. Hann yvirlivdi, men fekk álvarsligt mein. Millum annað misti hann 95 prosent av sjónini. Leivur Persson, leiðari á arbeiðseftirlitinum, sigur, at Arbeiðseftirlitið fyrst mælti fútanum til at gera eitt sektaruppskot um, at Búsetur skuldi rinda 20.000 krónur í bót. Við dóminum í dag lækkaði bótin úr 20.000 niður í 15.000 krónur, tí mett varð, at Búsetur hevði víst vilja til at skipa arbeiðið á fullgóðan hátt. Súni úr Hørg varð settur í fast starv sum timburmaður hjá Búsetri í apríl í ár. Eitt annað mál um endurgjald til Súna úr Hørg er til viðgerðar hjá Vanlukkutryggingarráðnum. Ov fá starvsfólk eru á verkinum, har kjarnorkuvirki tilfar verður goymt í plastfløskum, og trygdarreglur ofta ikki verða hildnar. Tað avdúkar dokumentarsendingin hjá BBC, Panorama Sellafield goymir meginpartin av kjarnorkuburturkastinum í Bretlandi. Hevði vanlukka hent á endurvinningarverkinum, høvdu grannalondini, eisini Føroyar, eisini verið í vanda fyri at verið rakt av kjarnorkuútláti. Heili 97 ferðir hava ov fá fólk verið til arbeiðis á Sellafield í tíðarskeiðnum frá juli 2012 til juli 2013, kemur fram í sjónvarpssendingini hjá BBC. BBC skrivar, at farið var at kannað Sellafield eftir at ein fyrrverandi leiðari á staðnum setti seg í samband við sjónvarpsstøðina. Í sendingini greiðir hann frá, at størsta vandamál er, eftir hansara tykki, um eldur kemur í verkið. Kemur eldur í Sellafield, kann tað breiða kjarnorkuvirki tilfar yvir alt Vesturevropa, sigur fyrrverandi leiðarin við Panorama hjá BBC. Sendingin vísir eisini, at væta, sum inniheldur uran og plutonium, verður goymd í plastfløskum. Sambært BBC eru meira enn 2.000 fløskur á verkinum. Nógvar atfinningar hava verið móti Sellafield gjøgnum árini. Í 1970 árunum varð ikki gáað um, at súrregn fór at elva til burtureting. Í 2005 segði bretski umsjónarmyndugleikin, British Nuclear Group, at brádliga vóru 30 kilo av plutonium á verkinum horvin. Mótstøðan móti kjarnorkuendurvinningarverkinum er vaksin seinastu 10 árini. Men tað er ikki heilt einfalt at lata aftur Sellafield. Bretski ríkisgrannskoðarin, PAC, staðfesti í 2013, at tað verður ovurhonds dýrt at lata aftur SEllafield. 67,5 milliardir pund, umleið 599 milliardir krónur, at taka upp affallið frá Sellafield. Ann Dahl Hansen, prestur, sigur, at hon vanliga loyvir hesum innsløgum, men tó vil hon kunnast um tað, sum verður framført. Prestur hevur ábyrgdina av, at tað er skil í tí, sum hendir undir vígsluni. Vígsluritualið skal fylgjast, og tað er ógvuliga ríkt í sær sjálvum, førir Ann Dahl Hansen fram. Hon leggur dent á at tosa við parið um tað, sum víglan í grundini er. Tað kemur fyri, at pør, eftir samrøðuna, semjast um, at vígslan er nóg mikið uttan annan tónleik. Føroyingar fáa nógv mest burtur úr fiskiskapi, tá virðið á veiðini er býtt millum hvørt fólk í landinum, sigur íslendska blaðið, Fiskifr ttir . Íslendska fiskivinnublaðið hevur roknað út, hvussu stórt virðið er á fiskinum, sum londini í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum fiska. Niðurstøðan er, at føroyingar og íslendingar fáa mest burturúr, nógv meira enn hini. Tølini eru frá 2015. Sambært teimum er virðið á føroysku fiskiveiðini góðar 63.000 krónur upp á fólkið. Í Íslandi er virðið slakar 27.000 krónur. Í hinum londunum, sum eru við í útrokningunum hjá íslendska blaðnum, er virðið nógvar ferðir minni upp á fólkið. Íslendska fiskivinnublaðið, Fiskifr ttir, kannaði eisini fyri hvussu nógvar krónur, hvør fiskimaður fiskar. Her er Ísland nummar eitt. Virðið á tí, sum føroyskir fiskmenn fiska, er 46.000 krónur minni upp á mannin enn í Íslandi í fjør. Í Føroyum er virðið tvær milliónir og 67.000 krónur upp á mannin í miðal. Klokkan sjey fekk løgreglan fráboðan um, at nakrar takplátur vóru farnar á flog í vindinum. Tær stavaðu frá einum húsum, sum verða umvæld í Klaksvík. Brandstøðin í Havn hevur ikki fingið fráboðanir um skaðar enn. Fyri løtu síðani vísti vindmátarin upp í 24 metur sekund á brandstøðini í Havn. Tvey ferðsluóhapp vóru í morgun, annað í Norðragøtu. og hitt var á Hoyvíksvegnum, har vegurin kemur út í Ringvegin. Í báðum førum var talan um bilførarar, sum ikki hildu víkiskylduna. Nevndin hevur sent boð eftir Kappingareftirlitinum og Magna Laksafoss, sum hevur orkufelagið Vitorka. Bæði Umhvørvisstovan og Landsverk mæla til at brúka jarðhita. Hann kostar 13,4 milliónir krónur í íløgu. Og teir pengarnar hevur Rigmor Dam biðið Løgtingið um. Men longu í desember í fjør kundi Fjarhitafelagið latið Glasi grønan fjarhita. Tað stendur í tilboði, sum felagið gav Landsverki á vári 2013. Sambært hesum tilboðnum og uppskoti um sáttmála um fjarhita skuldi íbindingin, altso íløgan, einki kosta. Hetta visti Mentamálaráðið longu á vári 2013 sambært innliti, sum Kringvarpið hevur fingið. Men tilboðið og uppskotið um sáttmála frá Fjarhitafelagnum vóru ikki við, tá lógaruppskotið um at hækka byggikostnaðin 13,4 milliónir krónur kom í tingið. Hesar upplýsingar fingu løgtingsfólk frá Fjarhitafelagnum sjálvum. Í síðstu viku sendi landsstýriskvinnan so boð eftir teimum, sum bjóða seg fram at hita Glasir. Rigmor Dam ætlar sær, sum skilst, ikki at taka aftur lógaruppskotið um 13,4 milliónir krónur til jarðhita, um hon ikki hevur boð um nakra semja í dag ella í morgin. Løgtingsfundur verður í morgin. Í einum egningarskúri á Toftum hitta vit 78 ára gamla útróðrarmannin Jack Højgaard, sum leygardagin fekk at vita, at hann sleppur við á súkklulið til París næsta summar. Eingin svartkjaftur varð seldur á uppboði mánadagin, tá Fiskamarknaður Føroya bjóðaði út rættindi at veiða 5.000 tons av svartkjafti fyri Fiskimálaráðið fyri 30 oyru tonsið, sum minstaprís. Uppboðssøla av hesum 5.000 tonsunum av svartkjafti verður tikin uppaftur á Fiskamarknaði Føroya nú klokkan 11. Tey 5.000 tonsini verða seld í 15 pørtum, ein partur er 240 tons, og hinir 14 eru á 340 tons. Jákup hevur nógvar loyniligar snildir, sum hann fer at vísa okkum, VIT vitja Katie Morag og hini á Struay og Janus Einar vísir okkum, hvussu hann ger mat, sum børn eisini kunnu gera. Eingin svartkjaftur varð seldur á uppboði mánadagin, tá Fiskamarknaður Føroya bjóðaði út rættindi at veiða 5.000 tons av svartkjafti fyri Fiskimálaráðið fyri 30 oyru kilo sum minstaprís. Heldur ikki í morgun eydnaðist at selja tey 5.000 tonsini av svartkjafti. 30 oyru fyri kilo er alt ov dýrt, segði Hanus Hansen, reiðari á Nærabergi, við útvarpið mánadagin. Prísurin skuldi lækka niður í 10 oyru, um Hanus Hansen fór at bjóða. Í gjár vóru tey 5.000 tonsini av svartkjafti fyrstu ferð bjóðað út, men tá kom heldur einki boð. Alt um djór er um djórafamiljur. Í hvørjum parti fylgja vit við einum unga, og síðan síggja vit eisini mammuna, pápan og systkini og tað umhvørvið, sum tey liva í. Í sendingunum Alt um djór eru øll møgulig fitt, kerlig, stuttlig, klók og løgin djór. Her fæst til dømis at vita, hvat tey eta, hvørjar vinir og fíggindar tey hava og so framvegis. Eldurin kyknaði sunnudagin nærindis Jávea, og fólk vórðu flutt burtur bæði úr Benidorm og úr frítíðarstaðnum, Benitachell, sum er nærindis. Sambært myndugleikunum eru 320 hektarar við skógi og fleiri bygningar oyðilagdir av eldinum. Serliga bretsk og týsk ferðafólk halda til har í økinum. Greinin heldur fram niðanfyri. Meira enn 100 sløkkiliðsfólk eru send til økið fyri at sløkkja eldin. Myndugleikarnir hava illgruna um, at eldurin er ásettur, tí hann kyknaði fleiri staðni í senn. Hetta er umhvørvisyvirgangur. Her er ikki talan um bara at seta okkara náttúruarv í vanda, men hetta er eisini beinleiðis álop á fólk, sigur økisforsetin í Valencia, Ximo Puig. Tað er sera heitt og turt í landinum í løtuni, og tað ger, at eldurin hevur lættari við at breiða seg. Eisini aðrastaðni í Spania er vandi fyri eldi. Í fleiri økjum er hitin um 40 stig í skugganum. Býráðslimurin, Bogi Andreasen, ætlar nú at taka fundarborðið, sum varð keypt til eini móttøkuhús í miðbýnum í Havn, upp til politiska viðgerð í býráðnum í Havn. Í gjár vildi landsstýrið hava 30 oyru fyri hvørt kilo av svartkjafti, sum fór á uppboðsølu, men eingin bjóðaði uppá fiskin. Roynt varð aftur í morgun, men heldur ikki tá var nakar keypari. Í gjár varð graslíkið, sum skal á Hoyvíksvøllin, boðið út av nýggjum í innbodnari lisitasjón. Tilboðini verða latin upp hjá Landsbyggifelagnum mánadagin klokkan tvey. Ein veitari er komin afturat teimum fimm, sum vóru við í fyrru útbjóðingini. Tað er Mjólkarvirki búnaðarmanna. Hinir eru Id møblar, Laiderz, Polytan, Uni Sport og Handilshúsið. Útbjóðingartilfarið er broytt. Nú skulu mottur at leggja undir graslíkið vera í høvuðstilboðnum. Hin mátin, hann er dýrari, er at stoypa undirlagið á staðnum. Hann kann vera við sum alternativt tilboð. Í fyrru útbjóðingini var hetta øvugt. Tórshavnar býráð hevur fund tann 15. september. Tá er ætlanin at avgera, hvør fær arbeiðið at leggja graslíkið á Hoyvíksvøllin. Men Mentamálaráðið kunnað ikki Løgtingið. Í ráðnum hildu tey ikki, at Løgtingið hevði fyri neyðini at vita, at tilboð var um ókeypis íløgu, tá biðið varð um 13,4 milliónir krónur til íløgu í jarðhita. Norr na larmar so illa, meðan hon liggur á Seyðisfirði, at fólk har sova við oyraproppum. Ein maður, sum býr á Seyðisfirði, gevur ilt av sær um stóru skipini, sum koma til Seyðisfjarðar. Í summar vóru 34 ferðafólkaskip á Seyðisfirði, og næsta ár verða tey fleiri. Hesi skipini hava nógvan gang og dálka harafturat illa. Ein borgarafundur samtykti herfyri einmælt at heita á býráðið um at gera okkurt. Men einki er hent. Sigurður Gunnarsson skrivar, at ringast er um veturin, tá Norr na liggur hálvt annað samdøgur á Seyðisfirði. Tá Norr na liggur hálvt annað samdøgur á Seyðisfirði er neyðugt at sova við oyraproppum, tí ljósmotorarnir hjá Norr nu larma so illa. Borgarafundurin minti býráðið á ES reglur frá í fjør. Sambært reglunum, ið eisini eru galdandi í EFTA, har sum Ísland er limur, eiga skip, sum liggja við bryggju longri enn tveir tímar, at taka streym úr landi, um tað er gjørligt. Og tað ber til at fáa streym úr landi á Seyðisfirði. Danska fíggjarnevndin hevur framvegis ikki viðgjørt keypið. Nú hevur kommunan fingið at vita, at málið kemur á dagsskránna hjá nevndini tann 6. oktober. Tórshavnar kommuna keypti bygningin frá BankNordik hálvan mai 2013 fyri 40 milliónir krónur. BankNordik fekk sínar pengar í januar í ár. Tann 8. januar í ár, skuldi Bygningsstyrelsen taka við bygninginum tann 1. februar í ár, ella tann fyrsta í mánaðinum eftir, at danska fíggjarnevndin hevur góðkent keypið. Kvinnur spyrja líka ofta sum menn um at fáa lønarhækkan, men tær fáa sjálvdan lønarhækkan, er niðurstøðan í gransking hjá University of Warwick. Sannlíkindini fyri, at fólk á arbeiðsmarknaðinum fáa lønarhækkan, er 25 prosent størri hjá monnum enn kvinnum, staðfestir granskingin. Granskarar funnu einki prógv fyri, at menn oftari spyrja um lønarhækkan enn kvinnurnar. Tí kann tað ikki vera orsøkin til munin, siga granskararnir. Við granskingini í huga haldi eg, at talan kann vera um ávísan kynsmismun móti kvinnum, sigur Andrew Oswald, professari, sambært BBC News . Eingi prógv vórðu funnin, ið geva ábendingar um, at orsøkin til at menn oftari fáa lønarhækkan er, at kvinnur smæðast við at spyrja um lønarhækkan. Granskarar kannaðu til samans 4.600 fólk á arbeiðsmarknaðinum í Avstralia, ið hildið verður er tað einasta landið, har tað verður skrásett, tá fólk spyrja um lønarhækkan. Hann heldur, at tey 20.000 tonsini av svartkjafti eiga at verða nýtt í einum býtishandli við grannalondini fyri at tryggja restini av føroyska flotanum betri kor. Landsstýrismaðurin í samferðslumálum sigur, at kommunan fær grótið til vegagerðina frá tunnlinum, men pengar til arbeiðið fær landsstýrismaðurin neyvan útvegað. Poul Michelsen, landsstýrismaður, hevur sent til hoyringar uppskot um at broyta djórasjúkulógina. Endamálið er at fáa størri opinleika í fyrisitingini um djórasjúkur, eisini sjúkur hjá alifiski. Lógarbroytingin skal geva landsstýrismanninum heimild til at almannakunngera eftirlitið hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni við alibrúkum. Eitt nú skulu dagførd úrslit av lúsateljingum kunngerast á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Í matvørulógini er slík heimild at kunngera kanningarúrslit. Men djórasjúkulógin hevur ikki hesa heimild. Í Vinnumálaráðnum eru tey eisini í ferð við at endurskoða alilógina. Eitt upprit um tað arbeiðið varð viðgjørt á landsstýrisfundinum mánadagin. Innlit fæst ikki í uppritið, tí tað er skjal, sum er gjørt til landsstýrisfund. Ætlanin er at gera nýggjar reglur um eigaraavmarkingar og um útlendskan eigaraskap í føroysku alivinnuni. Vit kundu ikki keypa eitthvørt borð til móttøkuhúsið, sigur tekniski stjórin í Tórshavnar kommunu, Mikael Viderø. Borðið er keypt fyri ein rímiligan prís, heldur hann. Ingibjørg Berg var kommnustjóri, tá avgerð var tikin um at keypa borðið. Í stuttari viðmerking í dag sigur núverandi kommunustjóri, Bjørgfríð Ludvíg, at borðið helst átti at verið boðið út. Løgreglan fekk boðini klokkan gott trý seinnapartin týsdagin, og tá vóru løgreglufólk á Eiði og spurdu seg fyri um hendingina, og um hví svanurin man vera deyður. Í fráboðanini varð sagt, at svanurin helst er deyður mánadagin ella sunnudagin, og at hann helst er skotin, men tað hevur løgreglan ongar ábendingar um enn. Men um hendan hendingin við deyða svaninum hevur nakað við tað at gera, er ikki greitt, upplýsir vakthavandi á politistøðini í Havn. Ein leikari afturat er komin á vøllin í dystinum um hitan hjá Glasi. Á fundinum í Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum í gjár kom smápartafelagið VITorka við einari loysn, sum eitur vindorka. Felagið mælir millum annað til, at vindorka verður boðin út og nýggjar myllur settar upp. Avlopsorkan skal bjóðast út, og tann, sum ger orkuna, skal avgera, nær hon verður brúkt. Og eitt Landsorkufelag skal stovnast. Landsorkufelagið skal útbyggja grøna orku og umsita marknaðin fyri avlopsorku. Um Glasir sigur VITorka, at í dag er valið millum jarðhita við hitapumpum og fjarhita. Men hvørgin loysnin er góð, og hvørgin er grøn, sigur VITorka. Frægasta loysnin er uttan iva jarðhitin. Men jarðhitin fer at krevja, at Sundsverkið brennir meira olju, tí jarðhiti brúkar streym. Fjarhitin er alt annað enn ein grøn loysn. Ógvuliga stórt orkutap er í rørunum, sigur VITorka. Niðurstøðan hjá VITorku er, at mest upplagda loysnin er at brúka yvirskotsorkuna frá vindorkuni beinleiðis til at hita Glasir. Eitt nú verður 4G dekningurin á Smyrli munandi betri, skriva Strandfaraskip landsins á sínari heimasíðu . Støðin verður eisini bygd til at hýsa útgerð hjá Televarpinum. Tað eru nakrar løgnar støður, ið stinga seg upp, tá ein ger sjónvarp, og ikki er tað altíð eins ómakaleyst handan myndatólið, sum tað tykist. Nú klokkan 10 er grundalógaravhoyring í Føroya Rætti. Ein 44 ára gamal maður er handtikin í sambandi við eitt harðskapsmál sunnukvøldið í Havn. Maðurin er fyrr dømdur fyri harðskap, og hevði treytaðan dóm til í 2017, eftir at hann hevði siti part av dóminum og varð royndarleyslatin. Tað merkir, at um maðurin fremur slíkt lógarbrot aftur í royndarleyslatingini, verður tað, sum eftir er av royndartíðini, effektivt. Tí skal maðurin í rættin. Í morgin og fyrrapartin fríggjadagin fara landsstýrið og tey fýra fólkini hjá samgonguni í Fíggjarnevndini í Vágar at fundast um fíggjarlógaruppskotið fyri 2017. Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum skal í seinasta lagi 30. september leggja fram uppskot um fíggjarlóg fyri 2017. Útreiðslurnar á fíggjarlógini næsta ár skulu bara hækka 1,8 prosent, tí neyðugt er at halda aftur í góðum tíðum. Hetta er talið í játtanarkarminum, sum Løgtingið samtykti í vár. Sambært játtanarkarminum verður avlopið hjá landskassanum 50 milliónir krónur í 2017. Annars stavar útreiðsluvøksturin næsta ár frá millum annað fiskivinnugransking, filmshúsi, FarGen verkætlanini og hægri barnafrádrátti í landsskattinum. Hvussu væl dugir tú at morsa Her eru nakrar uppgávur, sum tú kanst royna teg við. Alfabetið stendur á forsíðuni, um tær tørvar hjálp. Høvuðsendamálið við Filmsfelagnum og tiltakinum Filmsdagar í Felag, er at savnast og vísa nýggjan, góðan film í Havnar Bio fyri ein bíligan penga. Fleiri og fleiri ungfólk ganga í biograf í Havn, helst tí at útboðið í biografinum er sjáldsama gott og meinlíkt skránni hjá biografum í stórbýum úti í heimi. Byrjað verður við fyrilestri í kvøld á bókasavninum, og klokkan 23 hvørt kvøld, og vikuna út verður midnáttarsýning í Ostahúsinum, har filmir hjá Wim Wenders verða sýndir. Djóni Nolsøe Joensen úr javnaðarflokkinum setti landsstýriskvinnuni í almannamálum fyrispurning um viðgerðartilboð til børn og ung við rúsevnistrupulleikum, og eitt nú Jákup Mikkelsen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, segði, at hann helt, at revsingin eigur at verða herd. Landsverk, SEV, Umhvørvisstovan og Fjarhitafelagið skulu á middegi í morgin lata Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, eitt uppskot um, hvussu málið um hitan hjá Glasi kann loysast. Bogi Bech Jensen, rektari og formaður í bygginevndini, hevur góðar vónir um, at til ber at finna eina felags loysn, sum breið semja er um. Hann tosaði fyrst við hvønn partin sær, og í gjár var felagsfundur. Tað var í síðstu viku, at Rigmor Dam gav pørtunum, sum bjóða seg fram at veita Glasi hita, eina viku til at koma við einum uppskoti um loysn. Freistin, partarnir fingu, er til á middegi í morgin, hósdagin. Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum viðger enn lógaruppskotið hjá Rigmor Dam um at játta Glasi 13,4 milliónir krónur til jarðhita. Men tá uppskotið kom í tingið, gjørdi Fjarhitafelagið vart við, at tað kann binda í Glasir fyri einki. Íløgan er tí null krónur. Fíggjarnevndin er ikki liðug við viðgerðina, sigur Ruth Vang, forkvinna. Og fundur verður ikki aftur fyrr enn fyrst í næstu viku. Í morgin og fríggjadagin skulu teir fýra nevndarlimirnir hjá samgonguni fundast saman við landsstýrinum um fíggjarlógina fyri 2017. Rigmor Dam er burturstødd til mánadagin. Tí hendir neyvan nakað avgerandi í hitamálinum hjá Glasi í hesari vikuni, annað enn, at uppskotið ella úrslitið hjá teimum, sum bjóða seg fram at veita Glasi hita, verður handað á middegi í morgin. Á fundinum í Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum í gjár mælti smápartafelagið VITorka til at brúka vindorku. VITorka sigur, at jarðhiti fer at krevja, at Sundsverkið brennir meira olju, tí jarðhiti brúkar streym. Fjarhitin er alt annað enn grøn loysn. Ógvuliga stórt orkutap er í rørunum, sigur VITorka. Niðurstøðan hjá VITorku er, at mest upplagda loysnin er at brúka yvirskotsorkuna frá vindorku beinleiðis til at hita Glasir. Sakaris Hansen sigur, at hann hevur fingist lítið við modellskip seinastu árini, men um eitt ár gevst hann á arbeiðsmarknaðinum, og tá ætlar hann sær at herja á aftur við fullari megi. Fleiri onnur skip eru, ið hann kundi hugsað sær at farið undir, sigur Sakaris Hansen. Hetta eru skip við motori. Øll eru ætlað til at sigla við. Fyrsta træið varð sett niður í februar í 2015, men beint sum farast skuldi undir at seta trø niður seinasta summar, steðgaði Yvirfriðingarnevndin arbeiðinum. Nevndin hevur viðgjørt málið á fleiri fundum, og í juni gav nevndin stigtakarunum loyvi til at halda fram við arbeiðnum at gera náttúrulundina, tó við ávísum treytum. Yvirfriðingarnevndin sigur í skrivinum, at ikki er loyvt at seta niður plantusløg, sum breiða seg í náttúruni, eitt nú blóðdropi, summardáarunnur, brigdurósa og sponsk hindber. Yvirfriðingarnevndin hevur eisini sett forboð fyri at seta niður høg nála og leyvfellandi trø, eitt nú sitkagran, fjallagullregn, balsam øsp og nobil aðalgrann. Yvirfriðingarnevndin vísir eisini á, at nógvur fuglur er við Streymin. Stórur partur av teimum leita sær oman í fjøruna at søkja sær føði. Mælt verður til at leggja gøturnar og gróðurseting so langt frá sjónum, sum til ber. Eitt nú æður ganga nógv frá sjónum til reiður, eisini við ungum, og tí er neyðugt, at veitir og tílíkt ikki verða forðingar hjá hesum fuglum. Í økinum norðan og sunnan fyri Brúnna við Streymin er ikki loyvt at seta niður plantur og trø og heldur ikki er loyvt at gera gøtur nærri enn 10 metrar frá sjóvarmálanum. Stigtakararnir skulu eisini tryggja sær, at tað, sum sett verður niður, ikki breiðir seg út um góðkenda økið. Náttúrulundin við Streymin hevur fingið 10 milliónir krónur í stuðli frá Aage V. Jensen Charity Foundation. 33. og 34. Ludostralgongustjørnan 1. og 2. partur Lítli prinsur og Revur koma til gongustjørnuna nummar743, Ludostralgongustjørnuna, har tvey fólkasløg búgva. Teir hitta løgnar krígsmenn og riddarar, sum berjast, men tað vísir seg, at bardagin er eitt spæl, eitt spæl um at vinna kongsstavin. Ætlanin var, at londini skuldu hýsa 160.000 fólkum, men enn eru bara trý prosent komin til hini ES londini. Talan er um færri enn 5.000 fólk. Ein avtala varð gjørd við Grikkaland, at hini londini skuldu senda fólk til Grikkalands at hjálpa til, men heldur ikki tann avtalan hevur hildið. Ein orsøk er, at fleiri ES lond ikki vilja kennast við avtaluna. Eitt nú royna myndugleikarnir í Ungarn at arbeiða ímóti avtaluni, tí har verður fólkaatkvøða um avtaluna um flóttafólkini. ES fær ikki gjørt stórvegis við gongdina, tí vilja londini ikki taka ímóti flóttafólkum, so gera tey ikki tað. ES kann bert gera eina nýggja samtykt, sum áleggur londunum bót, um tey ikki gera eftir samtyktini, men eitt slíkt uppskot fær neyvan undirtøku. Millum 100 og 200 flóttafólk koma úr Turkalandi til griksku oyggjarnar um dagin. Grikkaland hýsir í løtuni 60.000 flóttafólkum. Myndugleikarnir í landinum ótolnast, tí einki hendir fyri at hjálpa teimum. Samstundis hevur týska stjórnin hótt við at senda nógv flóttafólk aftur til Grikkalands, ið eru komin til Týsklands, og tað fer at gera støðuna uppaftur truplari. Yvir ein millión flóttafólk komu til Evropa í fjør. Ólavur Jakobsen er av teimum á Kamarinum, so hann vaks upp mitt í tónleikinum. Staddur í Danmark í 80 unum lyfti Ólavur tónleikin upp á eitt hægri stig, tá hann fór á Konservatoriið at útbúgva seg til klassiskan gittarist. Og hann hevur eisini verið solistur saman við Føroya Symfoniorkestri. Í sendingini, her ein spurnarkapping og trý áttatiáraløg eru afturvendandi tættir, tosar Ólavur eisini um annað enn tónleik. Til dømis var hann sum barn í Fámjin um sumrarnar. Mamman var úr Fámjin og bygdin hevur eitt heilt serligt stað í hjartanum. Ólavur tosar eisini um sítt lyndi, til dømis, at hann frá suðuroyarættini hevur fingið eginleikan at øsa seg lættliga. Ólavur Jakobsen undirvísir ungdómum og børnum í gittarspæli á Tórshavnar Musikkskúla. Hann sigur, at næstan onki er størri enn at kunna bera gittar gávuna víðari til tey ungu. At síggja fingrar teirra forma ljóð er stórt. Havfrúgvin er triðja stórverkið eftir Jóanes Nielsen, ið verður pallsett á Meiarínum. Í 2001 spældi Gríma Eitur nakað land weekend , ið vann Norðurlendsku dramatikaravirðislønina, og í 2009 var leikurin Aftaná Undrið spældur á Tjóðpallinum. Trý skip hjá Strandfaraskipum landsins skulu á beding nú í september. Og til í morgin kann roknast við seinkingum hjá Smyril, tí tann eini motorurin verður umvældur. 12. september, mánadagin, fer Ritan á beding. Sildberin siglir tí alla næstu viku til Svínoyar og Fugloyar. Ternan fer eisini á beding mánadagin. Hon kemur aftur 23. september. Hetta ger, at landsroknskapurin verður ikki rættur, og tað er als ikki í lagi, sigur Landsgrannskoðanin. Summir stovnar leggja ikki í at halda roknskaparkunngerðini. Andstøðan í Løgtinginum fanst í dag at handfaringini av málinum um aðalstjóra í Uttanríkis og vinnumálaráðnum. Formaðurin í sambandsflokkinum setti løgmanni ófráboðaðan spurning um setanartilgongdina. Ein setanarbólkur mælti fyri góðum trimum mánaðum síðani til at seta John Rajani í starv sum aðalstjóri, men landsstýrismaðurin í Uttanríkis og vinnumálum tók ikki undir við tilmælinum. Starvið varð seinni lýst av nýggjum, og nú skal ein setanarbólkur aftur meta um umsøkjararnar. Krøvini til leiðsluroyndir, uttanríkisroyndir og útbúgving vóru linari í seinnu starvslýsingini enn í tí fyrru starvslýsingini. Hetta heldur løgmaður kann hava havt við sær fleiri skikkaðar umsøkjarar, hóast færri hava søkt hesa ferð. Nýggja starvslýsingin er samstundis tann fyrsta í miðfyrisitingini, sum leggur upp til, at ein aðalstjóri verður settur í tíðaravmarkað starv. Og tað fer kanska at merkja komandi aðalstjórastørv, sigur løgmaður. Ein skipan við áramálssettum aðalstjórum hevur bæði fyrimunir og vansar, sigur løgmaður. Viðurskiftini millum eitt landsstýrisfólk og ein aðalstjóra eru avgerandi fyri, hvussu væl eitt aðalráð virkar, og um skipanin verður broytt, skal tað vera fyri at styrkja hetta sambandið. Síðani fólkaatkvøðuna um kommunusamanlegging í 2012, tá bara ein triðingur var á vali, og samanlegging fall við einum braki, hevur tað nærum verið tabu at taka kommununýskipan upp á tungu. Men veruleikin bíðar ikki, og tá eldraøkið varð lagt út til kommunurnar at umsita, spírdust nýggjar stórar kommunalar samstarvseindir burturúr. Men tær eru ikki heilt rótfestar í demokratiska bygnaðinum, og tað er ein trupulleiki, halda fleiri politikarar. Aksel V. Johannesen, løgmaður, Annika Olsen, tingkvinna og fyrrverandi landsstýriskvinna í kommunumálum, og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri og næstformaður í Kommunufelagnum, skifta orð um kommunusamanlegging, útjavning og dupultmandat, sum øll trý halda ber í sær ein vanda, sum í ringasta føri kann eta alt vald frá Føroya løgtingi. Hini 5.000 tonsini, sum Vørn skal royna at selja, verða boðin út um eina viku. Tey, sum ætla at bjóða upp á svartkjafin í dag, skulu lata Vørn boðið í seinasta lagi á middegi. Fyrr í vikuni royndi Fiskimálaráðið til fánýtis at selja 5.000 tons av svartkjafti á almennari uppboðssølu. Tvær ferðir varð roynt, men einki boð kom. Tey, ið eru á mentanardøgunum í Sunda kommunu í kvøld, kunnu fáa ein forsmakk upp á ókeypis bussleiðina, sum kommunan hevur samtykt skal byrja næsta ár. Vit leggja hundrað túsund krónur á borðið, tí vit vilja velta upp úr nýggjum, so Nám fær fleiri lærubókahøvundar at knappaborðunum, sigur stjórin, Regin Marnersson. Samstundis vilja vit hava fleiri upprunaføroyskar útgávur, sum ikki eru so stórar og drúgvar, at hugsingur ikki er um at koma út við teimum, ella at fara undir tær, sigur stjórin í Námi. Freistin at senda handrit inn til kappingini hjá Námi er flaggdagin 25. apríl í 2017. Handritið skal verða sent bæði talgilt og í pappírsformi til Nám. Málið er, at allar lærugreinir í fólkaskúla og allar kravdar lærugreinir á B og C stigi á miðnámi skulu hava eina føroyska grundbók, sum ikki er eldri enn 10 ár, sigur Regin Marnersson. Vilt tú vita, hvussu nógv umrødda fundarborðið, ið Tórshavnar kommuna hevur keypt fyri 356.250 krónur, sær út, so fært tú nú høvið. Opið hús verður í móttøkuhúsinum í Tróndargøtu, hevur Tórshavnar kommuna gjørt av. Tað skrivar kommunan á heimasíðuni. Orsøkin til, at kommunan nú letur dyrnar í móttøkuhúsinum upp, er nógva umrøðan, ið fundarborðið hevur fingið í almenna rúminum síðstu dagarnar. Á nýggjárinum hækkar barnafrádrátturin í landsskattinum fyri børn upp til sjey ára aldur. Hann hækkar úr 6.500 upp í 9.200 krónur um árið. Løgtingið samtykti einmælt uppskotið frá landsstýrinum um at hækka frádráttin fyri smábørn. Umframt barnafrádráttin í landsskattinum fáa foreldur eisini barnafrádrátt í kommunuskattinum. Tað kom óvart á tey í Heilsumálaráðnum, at færri pengar vórðu brúktir til serviðgerðir á sjúkrahúsum uttanlands í fjør enn roknað varð við. Tí roknað varð við meirnýtslu. Men tá avtornaði stóðu góðar 2,6 milliónir krónur eftir á kontuni samanumtikið hjá teimum trimum sjúkrahúsunum. Sigast skal, at munurin stavar frá Klaksvíkar sjúkrahúsi, sum brúkti meira enn ein triðing minni av sínari játtan í fjør. Har lupu 3,8 milliónir krónur av. Hini bæði sjúkrahúsini brúktu eitt sindur meira, Landssjúkrahúsið brúkti 937.000 krónur meira enn játtað, og Suðuroyar sjúkrahús 214.000 krónur ov nógv, sambært frágreiðing hjá Landsgrannskoðanini. Tað kom óvart, at pengar vóru eftir á kontuni. Og tey ivaðust í Heilsumálaráðnum líka til seinasta rokningin var komin. Í frágreiðingini hjá Landsgrannskoðanini stendur soleiðis Sambært landsstýriskvinnuni var minninýtsla ikki væntað. Tá komið var inn í 2016, og rokningar enn ikki vóru móttiknar fyri virksemi í 2015, varð roknað við, at talan fór at verða um eina meirnýtslu á kontuni. Serliga nógvir sjúklingar vórðu sendir uttanlands í viðgerð seinasta ársfjórðing í 2015. Nú 2015 er endaliga uppgjørt, er ein minninýtsla staðfest, tí at miðalkostnaðurin fyri hvønn sjúkling er minni enn væntað. Í 2015 vóru 2.378 sjúklingaferðir uttanlands, og 1.410 ferðir til fylgjarar og avvarðandi. Heilsumálaráðið sigur tað vera trupult at gera framrokningar og meta nýtsluna í mun til játtanina. Tí sera stórur partur av rokningunum fyri uttanlandsviðgerðir koma seint, nógvar koma eftir ársenda. 29 prosent av rokningunum fyri 2015 komu ikki fyrr enn í ár. Sjúklingahotellið í Keypmannahavn kostaði 17 milliónir og 840.000 krónur, góðar 600.000 krónur meira enn játtað. Orsøkin til meirnýtsluna er, at virksemið var so nógv í fjør, at viðhvørt var neyðugt at leiga hotellkømur í býnum. Eg haldi, tað er meira á tí niveau, sum reiðarar hugsa sær, sigur Annfinn Olsen, reiðari, sum eisini er formaður í Reiðarafelagnum. Hann var ein av teimum, sum bjóðaði og keypti tá 5.000 tons av svartkjafti vórðu seld á afturlatnari uppboðssølu á døgurða. Hoyr alla samrøðuna við Anfinn Olsen her. Vit mugu bara staðfesta, at TG Verk ikki hevur megnað at hildið avtalurnar okkara millum, sigur Ewald Kjølbro, stjóri, sambært heimasíðuni hjá Landsverki. TG Verk boðaði mikudagin Landsverki frá, at fyritøkan kortini ikki fer at gera arbeiðið við innilokan av bygninginum liðugt, skrivar Landsverk. Hetta er sjálvandi ein óheppin støða. Vit hava givið høvuðsarbeiðstakaranum allar møguleikar at gjøgnumføra sín part av byggingini, sigur Ewald Kjølbro. Vit eru á Føroya Sjómannadegi í Klaksvík, sum í ár varð hildin í døgunum 15. til 21. august, har vit serliga eru við til fiskikapping og vatnkríggj og á ymsu tiltøkunum leygardagin 20. august. Tað kemur ikki heilt óvæntað á Landsverk, at TG Verk nú endaliga riggar av í Glasi, sigur Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki. Hoyr alla samrøðuna við Ewald Kjølbro her. Høgni Lauritsen, stjóri á TG Verki, sigur, at talan man vera um eina misskiljing, tá Landsverk sigur við útvarpið, at TG Verk ikki hevur gjørt sínar skyldur. Landsverk tekur nú stig til at loysa peningatrygina fyri verkætlanina, 20 milliónir, út og nýta hana at lata øðrum arbeiðstakarum at gera ólidnu arbeiðini hjá TG Verki liðug. Tað er lættari sagt enn gjørt, sigur Høgni Lauritsen. TG Verk fer ikki at gera arbeiðið liðugt á Glasi, og tí mugu aðrar byggifyritøkur taka um endan. Tað boðaði Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, frá seinnapartin. Men tað er ikki rætta søgan, sigur Høgni Lauritsen, stjóri á TG Verki. Tær 20 milliónir krónurnar, sum TG Verk setti sum trygd, verða nú loystar, so tær kunnu nýtast til at lata øðrum byggifeløgum, men so lætt sleppur Landsverk ikki, sigur stjórin í TG Verki, tí í evsta føri skal gerðarrætturin eisini taka støðu til tað. Vit kunnu ikki bíða longur, og tí hava vit sett í okkum samband við aðrar byggifyritøkur um at gera arbeiðið hjá TG Verki liðugt. Landsverk hevur víst á týðandi brek og manglar í byggiarbeiðnum hjá TG Verki síðani 2014. Teir hava lovað at bøta um tað, men hava framvegis ieinnki gjørt. Fyri einum mánaði síðan varð Kjartan Thomassen, fyrrverandi stjóri á Elektron, sagdur úr starvi, meðan hann var í farloyvi, tí kona hansara var deyð stutt frammanundan. Ulla Joensen, sum tók við sum stjóri á Elektron, segði í Degi og Viku týskvøldið, at hon hevði sagt Kjartani Thomassen upp, tí bygnaðarbroytingar skuldu gerast. Umfatandi arbeiðið at umvæla røktarheimið á Sýnini í Miðvági gongur so mikið væl, at tey fyrstu kunnu væntanfi flyta innaftur í næsta mánaði. Kommunurnar í Vágum, Sørvágs kommuna og Vága kommuna, samstarva um eldraøkið, og tær gjaldið eisini fyri umvælingararbeiðið, sum verður gjørt á Sýnini. Marjun Falkvard Danberg, leikari, og Súna Mørk, forkvinna, eru sera spentar til Europa Cup dystin móti rumenska CSM Ploiesti leygarkvøldið. Líknilsini eru mong og ymisk í Nýggja Testamenti. Jógvan Fríðriksson, bispur, fer at siga frá ymsu líknilsunum, og hvat tey siga okkum í dag. Fyrsta líknilsi er um saltið. So eru Samson og Roberto aftur í barnaútvarpinum. Bókin eitur Klandursvættini. Útvarpsleikurin er í tíggju pørtum. Elin á Rógvi sigur frá og leggur til rættis. Jón Svein Heinesen er tøkningur. Ingvar Arnbjørnsen skrivaði og Alevandur Kristiansen týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2005. Høvdini verða løgd í blot, tí Samson og Roberto skulu finna útav, hvussu ein 14 kilo tungur toskur kann búgva á pensjonati. Men tann trupulleiki er ikki til, sum allahanda oturin Oda ikki kann loysa. Frøkun Krilluberg er framvegis hjá teimum, og hon er framvegis líka gronut enn, og tað er heldur ikki sørt, at Greta verður forelskað. Leikarar eru Súsanna Tórgarð, Hjálmar Dam, Beinta Clothier, Finnur Koba, Heidi Lava Elgarsdóttir, Gutti Winther, Kenneth Jørgensen og Elin Michelsen. Bókin eitur Klandursvættini. Útvarpsleikurin um Samson og Roberto er í tíggju pørtum. Elin á Rógvi sigur frá og leggur til rættis. Jón Svein Heinesen er tøkningur. Ingvar Arnbjørnsen skrivaði og Alevandur Kristiansen týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2005. Høvdini verða løgd í blot, tí Samson og Roberto skulu finna útav, hvussu ein 14 kilo tungur toskur kann búgva á pensjonati. Men tann trupulleiki er ikki til, sum allahanda oturin Oda ikki kann loysa. Frøkun Krilluberg er framvegis hjá teimum, og hon er líka gronut enn, og tað er heldur ikki sørt, at Greta verður forelskað. Leikarar eru Súsanna Tórgarð, Hjálmar Dam, Beinta Clothier, Finnur Koba, Heldi Lava Elgarsdóttir, Gutti Winther, Kenneth Jørgensen og Elin Michelsen. Bókin eitur Klandursvættini. Útvarpsleikurin um Samson og Roberto er í tíggju pørtum. Elin á Rógvi sigur frá og leggur til rættis. Jón Svein Heinesen er tøkningur. Ingvar Arnbjørnsen skrivaði og Alexandur Kristiansen týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2005. Høvdini verða løgd í blot, tí Samson og Roberto skulu finna útav, hvussu ein 14 kilo tungur toskur kann búgva á pensjonati. Men tann trupulleiki er ikki til, sum allahandaoturin Oda ikki kann loysa. Frøkun Krilluberg er framvegis hjá teimum, og hon er líka gronut enn, og tað er heldur ikki sørt, at Greta verður forelskað. Leikarar eru Súsanna Tórgarð, Hjálmar Dam, Beinta Clothier, Finnur Koba, Heidi Lava Elgarsdóttir, Gutti Winther, Kenneth Jørgensen og Elin Michelsen. Bókin eitur Klandursvættini. Útvarpsleikurin um Samson og Roberto er í tíggju pørtum. Elin á Rógvi sigur frá og leggur til rættis. Jón Svein Heinesen er tøkningur. Ingvar Arnbjørnsen skrivaði, og Alexandur Kristiansen týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2005. Høvdini verða løgd í blot, tí Samson og Roberto skulu finna útav, hvussu ein 14 kilo tungur toskur kann búgva á pensjonati. Men tann trupulleiki er ikki til, sum allahandaoturin Oda ikki kann loysa. Frøkun Krilluberg er framvegis hjá teimum, og hon er líka gronut enn, og tað er heldur ikki sørt, at Greta verður forelskað. Leikarar eru Súsanna Tórgarð, Hjálmar Dam, Beinta Clothier, Finnur Koba, Heidi Lava Elgarsdóttir, Gutti Winther, Kenneth Jørgensen og Elin Michelsen. Bókin eitur Klandursvættini. Útvarpsleikurin um Samson og Roberto er í tíggju pørtum. Elin á Rógvi sigur frá og leggur til rættis. Jón Svein Heinesen er tøkningur. Ingvar Arnbjørnsen skrivaði, og Alexandur Kristiansen týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2005. Høvdini verða løgd í blot, tí Samson og Roberto skulu finna útav, hvussu ein 14 kilo tungur toskur kann búgva á pensjonati. Men tann trupulleiki er ikki til, sum allahandaoturin Oda ikki kann loysa. Frøkun Krilluberg er framvegis hjá teimum, og hon er líka gronut enn, og tað er heldur ikki sørt, at Greta verður forelskað. Leikarar eru Súsanna Tórgarð, Hjálmar Dam, Beinta Clothier, Finnur Koba, Heidi Lava Elgarsdóttir, Gutti Winther, Kenneth Jørgensen og Elin Michelsen. Bókin eitur Klandursvættini. Útvarpsleikurin um Samson og Roberto er í tíggju pørtum. Elin á Rógvi sigur frá og leggur til rættis. Jón Svein Heinesen er tøkningur. Ingvar Arnbjørnsen skrivaði, og Alexandur Kristiansen týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2005. Høvdini verða løgd í blot, tí Samson og Roberto skulu finna útav, hvussu ein 14 kilo tungur toskur kann búgva á pensjonati. Men tann trupulleiki er ikki til, sum allahandaoturin Oda ikki kann loysa. Frøkun Krilluberg er framvegis hjá teimum, og hon er líka gronut enn, og tað er heldur ikki sørt, at Greta verður forelskað. Leikarar eru Súsanna Tórgarð, Hjálmar Dam, Beinta Clothier, Finnur Koba, Heidi Lava Elgarsdóttir, Gutti Winther, Kenneth Jørgensen og Elin Michelsen. Bókin eitur Klandursvættini. Útvarpsleikurin um Samson og Roberto er í tíggju pørtum. Elin á Rógvi sigur frá og leggur til rættis. Jón Svein Heinesen er tøkningur. Ingvar Arnbjørnsen skrivaði, og Alexandur Kristiansen týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2005. Høvdini verða løgd í blot, tí Samson og Roberto skulu finna útav, hvussu ein 14 kilo tungur toskur kann búgva á pensjonati. Men tann trupulleiki er ikki til, sum allahandaoturin Oda ikki kann loysa. Frøkun Krilluberg er framvegis hjá teimum, og hon er líka gronut enn, og tað er heldur ikki sørt, at Greta verður forelskað. Leikarar eru Súsanna Tórgarð, Hjálmar Dam, Beinta Clothier, Finnur Koba, Heldi Lava Elgarsdóttir, Gutti Winther, Kenneth Jørgensen og Elin Michelsen. Bókin eitur Klandursvættini. Útvarpsleikurin um Samson og Roberto er í tíggju pørtum. Elin á Rógvi sigur frá og leggur til rættis. Jón Svein Heinesen er tøkningur. Ingvar Arnbjørnsen skrivaði, og Alexandur Kristiansen týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2005. Høvdini verða løgd í blot, tí Samson og Roberto skulu finna útav, hvussu ein 14 kilo tungur toskur kann búgva á pensjonati. Men tann trupulleiki er ikki til, sum allahandaoturin Oda ikki kann loysa. Frøkun Krilluberg er framvegis hjá teimum, og hon er framvegis líka gronut, og tað er heldur ikki sørt, at Greta verður forelskað. Leikarar eru Súsanna Tórgarð, Hjálmar Dam, Beinta Clothier, Finnur Koba, Heildi Lava Elgarsdóttir, Gutti Winther, Kenneth Jørgensen og Elin Michelsen. Bókin eitur Klandursvættini. Útvarpsleikurin um Samson og Roberto er í tíggju pørtum. Elin á Rógvi sigur frá og leggur til rættis. Jón Svein Heinesen er tøkningur. Ingvar Arnbjørnsen skrivaði og Alevandur Kristiansen týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2005. Høvdini verða løgd í blot, tí Samson og Roberto skulu finna útav, hvussu ein 14 kilo tungur toskur kann búgva á pensjonati. Men tann trupulleiki er ikki til, sum allahanda oturin Oda ikki kann loysa. Frøkun Krilluberg er framvegis hjá teimum, og hon er framvegis líka gronut, og tað er heldur ikki sørt, at Greta verður forelskað. Leikarar eru Súsanna Tórgarð, Hjálmar Dam, Beinta Clothier, Finnur Koba, Heildi Lava Elgarsdóttir, Gutti Winther, Kenneth Jørgensen og Elin Michelsen Javnaðarflokkurin hevur størstu afturgongdini í kanningini, 0,9 prosentstig, og fer niður í 24,2 prosent, men varðveitir sínar átta tingsessir. Nýtt Sjálvstýri stendur til at missa annan tingsessin, meðan Sambandsflokkurin fær ein afturat. Sambandsflokkurin hevur eisini størstu framgongdina, 0,9 prosentstig. Var val nú, hevði Sambandsflokkurin fingið 19,7 prosent av atkvøðunum sambært kanningini. Tað gevur flokkinum ein tingsess afturat, Sambandsflokkurin hevði fingið sjey tingsessir í alt. Fólkaflokkurin stendur at kalla í stað. Afturgongdin er 0,1 prosentstig. Flokkurin hevði fingið 18,8 prosent, var val nú. Fólkaflokkurin varðveitir sínar seks tingsessir. Miðflokkurin stendur eisini í stað. Afturgongdin er 0,1 prosent, 5,4 prosent í alt. Nýtt Sjálvstýri hevur framgongd, 0,2 prosentstig, men missir ein tingsess. Umframt at svimja innleiðandi í 50 metur frí, skal Krista eisini svimja innleiðandi kappingar í 100 og 400 metur frí. Tað verður týsdagin og hósdagin. Tvær útgangandi linjur frá Tvøroyri koblaðu út. Tað eyðnaðist at leggja linjuni til Porkeris um aftur, men trupulleikin við linjuni til Hvalba og Sandvík bleiv ikki loystur. Finn Jakobsen, deildarleiðari fyri elnetið hjá SEV, sigur við Kringvarpið klokkan 10, at linjumenn hjá SEV hava verið og roynt at loysa trupulleikin, men tað eyðnaðist ikki, tí vindurin var ov nógvur. Tvær útgangandi linjur frá Tvøroyri koblaðu út. Tað eyðnaðist at leggja linjuni til Porkeris um aftur, men trupulleikin við linjuni til Hvalba og Sandvík bleiv ikki loystur. Finn Jakobsen, deildarleiðari fyri elnetið hjá SEV, sigur við Kringvarpið klokkan 10, at linjumenn hjá SEV hava verið og roynt at loysa trupulleikin, men tað eyðnaðist ikki, tí vindurin var ov nógvur. Tað er alt frá tekjum, sum eru við at ríva, takplátur, sum eru farnar á flog, og ein húsaklæðningur, sum eru loysnaður, sigur Kristjan Martin Joensen frá løgreglustøðini. Seinastu veðurmátingarnar hjá Landsverkið í morgum vísa upp í 44 metrar í sekundi á Velbastaðhálsi, upp í 43 metrar í sekundi við Gjárskarð, 39 metrar í sekundi við Øðraskarð og upp í 48 metrar í sekundi við Norðadalsskarð. Umleið 60 skaðatilburðir eru meldaðir til løgregluna í nátt og í morgun orsaka av nógva vindinum, og tað verður framhaldandi ringt inn við tilburðum, verður sagt at politistøðini. Sambært vakthavandi á politistøðini snýr tað seg fyri tað mesta um húsaskaðar tekjur og klædningar, umframt stillads og trampolinir. Í Hósvík varðnaðust bygdafólkini klokkan átta í morgun at stilladsið, sum var stillað upp í samband við málaraarbeiði, var dottið niður yvir trýggjar grøvir við kirkjuna. Sambært formanninum í kirkjuráðnum varð stilladsið fest í veggin, men hevur skrykt seg leyst og ein partur av tí varð dottið niður. Tað rakti ein av gravsteinunum, men hesin fekk ikki skaða, sigur Signheðin Davidsen. Hetta vísir innlit, sum Kringvarpið fekk fyrr í ár. Størsti parturin av peninginum er brúktur til Sheaffer pennar, sum Innspark selur. 20. november 2013 keypti kommunan 50 pennar fyri 345 krónur stykkið. Stjórnarskrivstovan var so væl nøgd við pennarnar, at hon árið eftir keypti 300 pennar afturat. Shaeffer pennarnir eru tó ikki teir einastu fínu pennarnir, sum stjórnarskrivstovan hevur keypt. Tá nýggja býráðið varð mannað, fingu nýggju býráðslimirnir hvør sín Mont Blanc penn fyri til samans 21.9000 krónur, íroknað mvg. Lat ongan iva vera um, at USA ikki góðtekur Norðurkorea sum ein kjarorkustat, og tað fara vit heldur ongantíð at góðtaka, sigur Obama. Samstundis ger hann greitt, at hann er sinnaður at hyggja at møguleikunum at revsa Norðurkorea, soleiðis at stjórnin skilir, at kjarnorkuvirksemi ikki verður góðtikið. Eisini ST aðalskrivarin Ban Ki moon hartar Norðurkorea. Hann vil hava Trygdarráðið hjá ST at gera skjótt av og fór tí í gjárkvøldið á fund við tey. Tað var fríggjanáttina, at Norðurkorea royndarsprongdi eina kjarnorkubumbu undir jørð. Bumban var av somu styrki sum tann, ið varð slept yvir Hiroshima í 1945. Hetta er fimta kjarnorkuroyndarsprongingin seinastu tíggju árini, sum Norðurkorea hevur gjørt. Í 2009 gjørdi Johan Dahl, landsstýrismaður í Vinnumálum av, at aliumsitingin hjá Heilsufrøðiligu Starvstovuni skuldi liggja í Suðuroy. Men nú er politiska avgerðin um at flyta aliumsitingina hjá Heilsufrøðiligu Starvstovuni til Suðuroyar, tikin aftur við eini fyristingarligari avgerð. Stjórin á Heilsufrøðiligu Starvstovuni, Bárður Enni, hevur fingið loyvi frá sitandi landsstýrismanni í vinnumálum, Poul Michelsen, at flyta Aliumsitingina aftur til Havnar. Kristina Vilhelm, sum hevur starvast á aliumsitingini tey árini umsitingin var í Vági, kærdi um árskiftið, avgerðina hjá Bárði Enni, um at flyta Aliumsitingina til Havnar. Hon helt ikki, at tað kundi vera rætt, at stjórin á Heilsufrøðiligu Starvstovuni kundi broyta eina politiska avgerð um, hvar aliumsitingin skal vera, stendir í skjølunum, sum kringvarpið hevur fingið innlit í. Poul Michelsen landsstýrismaður í Vinnumálum heldur, at tað eigur at verða stjórin á Heilsufrøðiligu Starvstovuni, sum ger av, hvar aliumsitingin hjá starvstovuni er, og tað hevur hann boðað Bárði Enni frá í sambandi við flytingina. Avgerðin um at flyta staðsetingina av Aliumsitingini er tí ein vanlig fyrisitingarlig avgerð, sum stjórin sambært leiðslu rættinum hevur rætt til at taka. Stjórin hevur grundað avgerðina um at flyta staðsetingina á saklig og viðkomandi atlit. stendir millum annað í niðurstøðuni hjá Uttanríkis og Vinnumálaráðnum, sum er undirskrivað av Poul Michelsen, landsstýrismanni í vinumálum og Bjørgfríð Ludvig, táverandi aðalstjóra í Vinnumálaráðnum. Føroyska talv landsliðið hevur seinnapartin heilt óvæntað vunnið á Bosnia Herzegovina á talv olympiaduni í Aserbadsjan. Dysturin endaði 2 1 til Føroyar. Helgi Dam Ziska og Sjúrður Thorsteinsson vunnu, John Rødg rd telvaði javnt og Jóan Hendrik Andreasen tapti. Úrslitið er tað besta hjá Føroyum í kappingini higartil. Bosnia, sum er styrkismett nummar 41, hevði mannað seg við trimum stórmeistarum og einum altjóða meistara móti Føroyum. Bosnia Herzegovina hevur ofta staðið seg væl í millumtjóða talv kappingum. Í 1994 endaðu tey sum nummar tvey á talv olympiaduni. Helgi Dam Ziska vann á 1. borði við svarta fólkinum móti stórmeistaranum Denis Kadric, sum hevur hægri styrki tal enn Helgi. Helgi Dam Ziska hevur nú 5 stig av 7 møguligum og er framvegis ósigraður á 1. borði. Føroyar vóru fyri dystin í dag nummar 68 í røðini av teimum 180 londunum í kappingini, men hava nú tikið seg enn longur fram. Níggjunda umfar verður telvað í morgin. Enn er ikki greitt hvørjum Føroyar tá telva ímóti. Ódnartøk verða í Miðvági í morgin. Kappingin skuldi vera í dag, men orsaka av veðrinum, er róðurin fluttur til í morgin. Hetta er annað umfar í heystkappingini í Ódnartøkum og róðurin byrjar klokkan trý í morgin. Róðrarnir verða avgreiddir í trimum riðlum við trimum bátastøddum í hvørjum riðili. Hvør manning rør tríggjar ferðir eftir hvørja aðra. Føroyska royndaruppboðssølan er ikki bara eitt umstrídd mál í Føroyum. Royndaruppboðssølan er eisini blivin nógv umrødd í íslendsku miðlunum upp til Altingsvalið, sum verður tann 29. oktober. Tað hevur eisini áður verið kjakast nógv um útlutan av kvotum, men eg haldi, at royndirnar við uppboðsølum í Føriyum hava ført til, at tað verður tosa og skriva meira um tað nú, sigur Helgi Selja, íslendskur tíðindamaður á RUV við útvarpið í dag. Umrøðan av føroysku royndaruppboðssøluni byrjaði við einari samrøðu við Jørgen Niclasen í Morgunblaðnum 24. august. Síðani hava íslendskir fjølmiðlar eisini havt samrøður við búskaparfrøðingin Herman Oskarsson. Í løtuni er ein fundur í Norðurlandahúsinum, har nakrir av tykkara politisku leiðarum skulu tosa, teir eru bjóðaðir higar av sosialdemokratiska flokkinum og vinstraflokkinum. Eitt nú skal Høgni Hoydal luttaka, sigur Helgi Selja. Í Íslandi eru fiskirættindini privatiserað. Men veljarakanningar í Íslandi hava í nógv ár víst á, at eitt meirluti av íslendarum ynskir eina aðra fiskivinnuskipan. Í íslendska kjakinum verður eisini tosað um at broyta fiskivinnuskipanina eftir tí leistinum, sum hevur verið royndur í Føroyum. Tað vil siga, at tað verður farið stigvíst móti einari alsamt meir marknaðargrundari skipan. Tey, sum eru fyri, tosa um at taka ein lítlan part av kvotunum og selja tær á uppboðsølu at byrja við og síðan taka eittsindur meira árið eftir, sigur Helgi Seljan. Men á 15 ára minningarhaldinum fyri yvirgangsatsóknirnar eru amerikanarar minni sameindir enn áður. Hetta skrivar CNN á heimasíðuni. Dagarnir eftir 11. september 2001 vóru merktir av, at fólk stóðu saman ímóti fíggindunum hjá USA. Soleiðis er ikki longur. Í amerikanskum politikki eru stórar ósemjur um, hvussu yvirgangur skal handfarast, og hvussu trygdin í landinum skal skipast Sambært meiningakanning, er tað í dag meira sannlíkt enn tað var fyri 5 árum síðani, at amerikanarar kenna ótta og vreiði, tá ið teir hugsa um yvirgangsatsóknirnar 2001. Tá stóðu Hillary Clinton, sum senatorur frá New York, saman við Rudolph Guiliani borgarstjóra í New York, um at troysta syrgjandi New York búgvar eftir hendingina. Yvirgangur hevur ongantíð fylt so nógv í politiska kjakinum í USA, men tann sameindi hugburðurin, sum eyðkendi USA tíðina eftir yvirgangsatsóknirnar í 2001 er farin í upploysn, skrivar CNN. Kl. 04.10 varð ein maður tikin fyri at koyra ov skjótt Millum Fjarða. Fermátarin hjá politinum vísti, at maðurin koyrdi 118 km t, og fyri tað fær hann trý ára treytaða frádøming av koyrikortinum. Ein røð av fyrilestrum verða kring alt landið, og tiltakið verður skipað soleiðis, at granskarin heldur fyrilestur í 25 45 minuttir og síðani er høvi til spurningar ella kjak. Á tekniska skúla í Klaksvík verður millum annað fyrilestur um vespur í Føroyum, í Gøtu Kirkju um Syngjandi trúbótina, og í Skála skúla um føroyskar uppkallingarsiðir. Men fólk, sum gistu hjá fólki, meðan sólarmyrkingin var, eru tó ikki við í tølunum. Gistingarnar í ár eru 1700 fleiri enn í fjør, tað er ein vøkstur á 2,5 prosent, skrivar Hagstovan á sínari heimasíðu. Ein onnur broyting er, at fleiri fólk, sum annars búgva í Føroyum, gista í Føroyum. Eisini fólk úr Danmark og Noregi eru fleiri í hagtølunum. Men úr øðrum londum koma færri í ár enn í fjør. Harumframt verður serlig glasgongd bygd, soleiðis at fólk kunnu koma turr frá parkeringsøkinum og inn í farstøðina, skrivar heimasíðan. Heldur framgongdin heldur fram, metir Vága Floghavn at ferðafólkatalið í 2016 verður um 290.000 ferðafólk. Samlaða ferðafólkatalið í 2015 var gott 276.000. Eg má blankt viðganga, at eg havi ikki verið samdur við landspolitikkin hjá Fólkaflokkinum, sum hevur verið alt ov bombastiskur og betongkendur. Jørgen Niclasen, viðurkennir, at Fólkaflokkurin hevur staðið seg illa í høvuðsstaðnum seinastu árini. Hoyr samrøðu við Jørgen Niclasen. Kelda innan suðurkoreiska herin sigur við Yonhap tíðindastovuna, at allur Pyongyang verður fullkomiliga lagdur í oyði við framkomnum rakettum og bumbum , stendur í frágreiðing frá Seoul. Fríggjadagin framdi NorðurKorea enn eina kjarnorku royndarspreinging. NorðurKorea sigur, at hetta er fimta og størsta royndarspreinging, sum landið higartil hevur gjørt. USA sigur, at tað fer at umhugsa at seta tiltøk í verk móti NorðurKorea, umframt tiltøkini, sum ST trygdarráðið, Japan og SuðurKorea hava sett í verk. Men tílík broyting kann gerast á nógvar mátar, sigur Gestur Hovgaard, lektari í samfelagsfrøði á Fróskaparsetrinum. Hoyr samrøðuna. Orsøkin er, at 15 av 19 flogrænarum í yvirgangsálopinum,hin 11. september 2001, vóru úr Saudiarabia, og at illgruni tí er um leiklutin hjá Saudi Arabisku stjórnini. Eisini sigur stjórnin hjá Obama, at um amerikanskir borgarar kunnu draga Saudi Arabia í rættin, kunnu onnur lond eisini leggja sak ímóti USA. Creative Business Cup er altjóða íverksetarakapping, tað eru luttakarar úr ymiskum skapandi vinnum, sum kappast. Endamálið er at knýta tað kreativa og vinnuliga saman í verkætlanunum. Úrslitini í dagsins umfari hava gjørt oddastríðið í EFFO deildini sera spennandi, tí nú eru bert fýra stig ímillum nummar eitt og nummar trý. NSÍ meldaði seg innaftur í FM stríðið, tá ið teir koppaðu oddaliðnum KÍ við 2 0 sigri, har Per Langgaard og Árni Frederiksberg skutu málini. Støðan í EFFO deildini sær nú soleiðis út 1 KÍ 50 2 Víkingur 49 3 NSÍ 46 4 B36 41 5 HB 35 6 ÍF 28 7 TB 23 8 Skála 17 9 AB 12 10 B68 7 Komandi umfar er á skránni sunnudagin, og tá er stóra oddabrakið í Sarpugerði, har Víkingur tekur ímóti KÍ. Dystirnir í 23.umfari eru hesir Hans Andrias Sølvará, lektari í søgu á Fróskaparsetrinum heldur, at ein tílík hending fær tann týdning, sum eftirtíðin leggur í hana. Aðrar hendingar hava helst uppiborið líka nógva umtalu, men onkursvegna leyp 11. september kvøkk á vesturheimin á ein nýggjan hátt. Atlantic Airways hevur leigað flogfarið síðani 2013. Atlantsflog leigaði tvey Airbus 319 flogfør, sum serliga vórðu ætlað at flúgva ferðafólk fyri Atlantis Rejser til Egyptalands. Av tí at viðurskiftini í Egyptalandi gjørdust so ótrygg, minkaði áhugin fyri Egyptalandi sum ferðamál, og tað er annað av hesum flogførunum, sum nú er latið aftur. Sostatt hevur Atlantic Airways bara tvey flogfør í løtuni, men í desember fær felagið eitt nýtt og størri Airbus flogfar, Airbus 320, ið tekur 168 ferðafólk. Flogførini, sum Atlantic Airways nýtir í løtuni, taka 144 ferðafólk. Í juni gjørdi Atlantic Airways fimm ára sáttmála við ferðaskrivstovuna Folkeferie í Danmark um leiguflúgving. Tá Jørgen Holme var stjóri í Atlantic Airways, var ætlanin útvega eitt minni flogfar at flúgva ruturnar til Edinburgh, Reykjavík og Bergen, men tann ætlanin er slept fyribils. Uppboðið byrjar klokkan trý seinnapartin. Um eina viku fer Fiskamarknaðurin at gera enn eina roynd at selja tey 5.000 tonsini, sum ikki blivu seld í síðstu viku, tí einki boð kom. Tvær royndir vórðu gjørdar í síðstu viku. Seinna afturlatna uppboðssølan hjá Vørn verður hósdagin. Í síðstu viku seldi Vørn 5.000 tons av svartkjafti fyri tíggju oyru kilo. Hetta uppboðið gav landskassanum hálva millión krónur. Varðin keypti 2.800 tons til Finn Fríða, Tummas T og Jupiter, Næraberg keypti 1.900 tons til Norðing, og Framherji keypti 300 tons til Fagraberg. Boðini hjá Chr. í Grótinum vórðu ógildað, tí tvey boð komu fyri sama skip. Fýra av teimum fimm boðunum, sum sluppu upp í part, vóru hægri enn minstiprísurin hjá landsstýrismanninum, tíggju oyru fyri kilo. Boðini vóru ávikavist 15, 13 og 12 oyru fyri kilo. Men øll skipini fingu svartkjaftin fyri tíggju oyru, sum var boðið hjá Varðanum fyri Finn Fríða. Hetta boðið setti prísin. Í meira enn 30 ár hevur fyrisitingin ikki samsvarað við lógina um stuðul til musikkskúlar. Men hóast landsstýrisfólkini øll hesi árini hava vitað um vantandi samsvarið, er lógin óbroytt og fyrisitingin ikki sambært lógini. Landsgrannskoðanin finst hvassliga at Mentamálaráðnum í frágreiðingini um landsroknskapin fyri 2015, sum løgtingsgrannskoðararnir fingu í síðstu viku. Í fjør vísti Landsgrannskoðanin á, at hon síðani 2002 hevur gjørt vart við, at samsvar er ikki millum lógina um stuðul til musikkskúlar og fyrisitingarligu mannagongdirnar. Men einki er hent. Lógin er frá 1984. Landsgrannskoðanin heldur, at Mentamálaráðið og landsstýrisfólkini hava skákað sær undan at loysa trupulleikarnar við at seta nevndir at kanna, gera uppskot og annað, uttan at alt hetta hevur ført til ítøkilig úrslit. Lógin er framvegis tann sama, og fyrisitingin ikki sambært lógini. Løgtingsgrannskoðararnir hava eisini átalað harðliga, at einki ítøkiligt hendir viðvíkjandi Musikkskúlaskipanini. Í juni í ár hevur Rigmor Dam, sum nú er landsstýriskvinna í mentamálum, tó sagt við Landsgrannskoðanina, at hon er farin í holt við at loysa málið saman við kommununum. Ætlanin er at koma við uppskoti um at broyta lógina í hesari tingsetuni. Grannskoðararnir hjá landinum siga, at sambært lógini fyrisita kommunurnar lógina. Landið endurrindar lønirnar hjá lærarunum í musikkskúlunum. Men veruleikin er tann øvugti, landið fyrisitur og kommunurnar endurrinda landinum helvtina av lønunum. USA og Russland hava samráðst um avtaluna. Islamski bólkurin, Ahrar al Sham, er einasti bólkur, sum hevur tikið støðu til vápnahvíldina. Hann hevur boðað frá, at hann tekur ikki undir við henni. Ahrar al Sham sigur, at vápnahvíldin fer at styrkja sýriska forsetan, Bashar al Assad. Iran, sum er týdningarmikil sameindi hjá Sýria, heilsar vápnahvíldini vælkomnari. Eisini al Assad og libanska Hizbollah rørslan, sum er í parti við Assad, taka undir við avtaluni. Sambært vápnahvíldaravtaluni skal humaniter hjálp sleppa ótarnað til krígsherjaðu økini í Sýria. Stríðandi partarnir skulu eisini taka seg aftur úr einum øki í býnum Aleppo. Spurningarnir hesa ferð snúgva seg um, hvørjum Kringvarpið eigur at borðreiða við, um ein mann, ið er keddur av at verforeldrini halda, at hann hevur broytt dóttir teirra, og um tað at vera á møti, meðan mann er til handils. Luttakararnir fáa eitt orð, sum teir so kunnu spæla sær við, nýta hugflogið og gera ein film, sum skal vera úr einum minutti upp í tríggjar minuttir langur í mesta lagi. Tað fer hvørki at verða sipað til heimastýrislógina ella donsku grundlógina í teirri stjórnarskipan, sum nú verður fyrreikað at leggja fyri Føroya fólk á fólkaatkvøðu næsta ár. Á tann hátt væntar samgongan at fáa breiða undirtøku fyri uppskotinum bæði í Løgtinginum og frá Føroya fólki. Stóra forðingin fyri at tað ikki hevur eydnast at fáa stjórnarskipanina út til fólkaatkvøðu hevur verið, at politisku flokkarnir ikki eru samdir um, hvat skal standa í henni og tá serliga, hvussu Føroyar skulu lýsast stjórnarrættarliga. Soleiðis var støðan eisini, tá seinasta royndin varð gjørd í 2011. Tá var nevndarmeiriluti í Løgtinginum fyri eini orðing, sum segði, at stjórnarskipanin virðir teir stjórnarrættarligu sáttmálar og avtalur, sum eru í gildi, tá hon verður sett í verk. Men ta orðingina vildi Tjóðveldi ikki góðtaka, tí eftir floksins tykki lá í hesum ein viðurkenning av heimastýrislógini og grundlógini, ið kundi verið tulkað soleiðis, at Føroyar høvdu viðurkent danskt yvirvald. Tá uppskotið kom til 2. viðgerð, var meiriluti fyri at koyra tað aftur í grein 25 nevndina, ið hevði viðgjørt málið. Haðani kom tað ikki aftur og fall burtur, tá tingsetan endaði. Og greitt er, at einki fer at standa í innganginum til stjórnarskipanina, sum kann sigast at vísa til ríkisrættarligu støðu Føroya, sum hon er í dag. Í staðin fer at standa, at Føroya fólk er evsta vald í Føroyum, at Føroya fólk, tá ið tað vil, kann loysa, og at einki vald má takast burtur frá Føroya fólki uttan við samtykki fólksins. Tað, sum skal skrivast og samtykkjast, áðrenn stýrisskipanin fer til fólkaatkvøðu, verður umrøtt í sendingini Áðrenn fólkaatkvøðuna um stjórnarskipanina, ið verður send í Útvarpinum í dag klokkan 17 05. Í sendingini er orðaskifti millum Høgna Hoydal og Helga Abrahamsen, sum báðir sótu í teirri grein 25 nevndini, sum viðgjørdi uppskotið, annar fyri Tjóðveldi og hin fyri Sambandsflokkin. Blaðið Bild skrivar um málið, og Diether Dehm, sum situr í samveldistinginum fyri Die Linke, hevur váttað tíðindini fyri týsku tíðindastovuni, DPA. Sambært Bild koyrdi Diether Dehm afrikanaran til eitt frítíðarhús í Italia. Har var flóttamaðurin í nakrar dagar, áðrenn Dehm koyrdi hann gjøgnum Sveis til Týsklands. Komin til Týsklands, læt hann afrikanaran upp í hendur á fólki, sum taka ímóti tilflytarum og flóttafólki. Dehm hevur greitt frá, at afrikanarin vildi sameinast við pápan. Hann varð ikki skrásettur á markinum. Hóast mannasmugling er ólóglig í Týsklandi, angrar týski politikarin einki, sigur hann við DPA. Clinton var í gjár á einum minningarhaldi at minnast tey, sum doyðu í yvirgangsatsóknini í New York 11. september 2011, men hon noyddist at fara, tí hon gjørdist ússalig. Myndir frá minningarhaldinum í gjár vísa Clinton fara stetlandi inn í ein bil. Í dag var ætlanin, at 68 ára gamla demokratiska forsetavalevnið skuldi fara til Kalifornia í tveir dagar at hava valfundir. Tað kemur illa við hjá Hillary Clinton, at hon er vorðin sjúk so stutt undan politisku hólmgongunum við republikanska valevnið, Donald Trump. Fyrsta hólmgongan verður 26. september. Donald Trump hevur fyrr sagt, at Hillary Clinton hevur ikki nóg góð heilsu at gerast amerikanskur forseti. Leygardagin 24. september verður Tórsgøta í Havn karmur um eitt ókeypis tiltak, har tey seta sjóneykuna á dýrabara tilfeingið, sum vit føroyingar fáa frá jørðini, bæði frá djórum, til dømis frá seyði og neytum og grønmeti, til dømis rabarbum og rótum. Smakkiroyndir, livandi kríatúr, ølsmakking, framsýningar av landbúnaðarmaskinum, tónleikur í Reinsarínum og mangt annað er á skránni. Talan er um eitt samt tilmæli, sum eftir øllum at døma fevnir bæði um jarðhita og um fjarhita. Tað vátta fleiri limir í bólkinum, sum fyri 14 døgum síðan fekk eina viku at koma við eini loysn. Kom bólkurin ikki til eina loysn, segði Rigmor Dam, landsstýriskvinna, at hon fór at skera ígjøgnum og nýta oljufýr at hita bygningin. Eingin vil tó siga nakað meiri ítøkiligt um, hvat stendur í tilmælinum, sum er latið landsstýriskvinnuni. Landsstýriskvinnan hevur seinastu vikuna verið í Rio de Janeiro, og hevur ikki verið at hitta. Herfyri tók rættiligt stríð seg upp, tí landsstýriskvinnan eftir tilmæli frá Umhvørvisstovuni bað um loyvi at nýta 13 milliónir at gera jarðhita til Glasir. Tá legði Fjarhitafelagið í Havn uppí og segði seg kunnu veita ein fjarhitaloysn uttan at gera nakra íløgu yvirhøvur. Tórshavnar kommuna eigur í Fjarhitafelagnum. Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, og partamaður hjá Rigmor Dam í samgonguni á tingi, segði seg ikki kunna taka undir við hennara jarðhitaloysn, tí hon sampakkaði ikki við orkuætlanina hjá Tórshavnar kommunu. Tað hava teir eftir øllum at døma gjørt. Júst hvør orkuloysnin er vita vit ikki enn, men hon fevnir bæði um jarðhita og um fjarhita. Býráðið á Tvøroyri skulkaði sær undan at taka avgerð um tingsessin hjá Kristini Michelsen, borgarstjóra. Tað vísir innlit, Sosialurin hevur fingið í málið um dupultsessin hjá Kristin Michelsen, borgarstjóra og tinglimi. Býráðið vildi ikki viðgera málið, hóast aðalráðið kravdi tað. 1. september í fjør varð borgarstjórin á Tvøroyri valdur á Løgting, men býráðið tók ikki støðu til, um hann bæði kundi røkja starvið sum borgarstjóri og tinglimur. Hóast Innlendismálaráðið fleiri ferðir heitti á Tvøroyrar býráð um at fáa avgreitt málið, so hendi einki í málinum, fyrr enn Innlendismálaráðið hótti við at krevja 300 krónur í dagbót frá hvørjum kommuustýrislimi frá 25. august at rokna. Fundurin tók avgerð um at játta eini umsókn frá Kristini Michelsen um at sleppa at røkja bæði borgarstjóra og tingsess. Býráðsfundurin varð hildin fyri afturlatnum hurðum, skrivar Sosialurin. Tó kemur grein 1 í kunngerðini ikki í gildi fyrr enn 1. januar 2017. Grein 1 sigur, at tað er forboðið persónum, ið ikki hava vápnaprógv, at flyta inn, útvega sær, hava inni ella ganga við skotvápni, slættpípaðari haglbyrsu og luftbyrsu, sum er størri enn kaliber 5,5 mm. Undantøk eru í kunngerðini. Millum annað stendur, at fólk, sum fyri 1. januar í ár lógliga áttu skotvápn, skulu bara fáa sær vápnaprógv, um tey ætla sær at skjóta. Vápnaprógv fæst á vápnatrygdarskeiði, sum er minst átta tímar. Aldursmarkið fyri at fara á vápnatrygdarskeið er 15 og hálvt ár. Tey, sum eru minst 18 ára, og hava staðið skeiðið, kunnu søkja um prógv. Nøkur undantøk eru eisini viðvíkjandi vápnatrygdarskeiðinum. Fólki, sum eru fødd í 1985 ella fyrr enn tað, og sum fyri 1. januar í ár áttu lógligt skotvápn, nýtist ikki at fara á skeið. Umhvørvisstovan skrivar út vápnaprógvini. Prógvið kostar 250 krónur. Umhvørvisstovan skal eisini viðurkenna tey, sum kunnu halda trygdarskeið. Tey avgera sjálvi, hvussu nógv, tey taka fyri skeiðið. Gjaldið má tó ikki vera størri enn skeiðið kostar at halda. Til minningarhátíðina á Ground Zero í New York í gjár í sambandi við yvirgangsatsóknina 11. september 2001, vísa upptøkur, at Clinton er illa fyri og er um at smokka saman, tá hon er á veg inn í ein bil. Talsmaður fyri Clinton segði beint eftir hendingina, at Clinton hevði fingið hitslag og var illa fyri, og at hon var farin í íbúðina hjá dóttrini og so batnaði hon. Clinton hevur havt lungnabruna síðani fríggjadagin. Serfrøðingar, ið fylgja við amerikanskum politikki, siga, hetta er ein stór gáva til forsetavalevnið hjá republikanaranum, Donaldi Trump. Trump og onnur við honum hava fleiri ferðir spurt um heilsustøðuna hjá Clinton. Seinast var 6. september, tá Trump hartaði fjølmiðlarnar, tí teir ikki hava viðgjørt hostaríið hjá Clinton. Ikki tí, skotið verður báðar vegir. Clinton sigur um hostaríið, at hon er ovurviðkvom og fer at hosta hvørja ferð hon hugsar um Trump. Men Cillizz skrivar, at bara tankin um, at Clinton fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin hevur dult, at hon er álvarsliga sjúk, fyllir nógv hjá republikanarunum. Meðan elitan í USA heldur, at Trump ikki er skikkaður til at gerast forseti, so er myndin, sum Trump kann hugsast at skapa av Clinton, at hon, við sínum drúgvu royndum, heilsuliga ikki er skikkað at verða forseti. Heilsustøðan hevur noytt Hillary Clinton at avlýsa ferð til Kalifornia. Um tvær vikur skal hon fyri fyrstu ferð í valstríðnum í beinleiðis kjak við Trump. Sigurin ber í sær, at Helgi nú hevur tryggjað sær stórmeistaraheitið sum fyrsti føroyingur nakrantíð. Frammanundan høvdu Føroyar tríggjar altjóða meistarar hinir eru John Rødg rd og John Arni Nilssen. At fáa ein føroyskan stórmeistara hevur í nógv ár verið fjarur dreymur hjá Talvsambandi Føroya, men tíðliga var spátt, at Helgi Dam Ziska fór at røkka hesum máli einaferð. Tað fer hvørki at verða sipað til heimastýrislógina ella donsku grundlógina í teirri stjórnarskipan, sum nú verður fyrreikað at leggja fyri Føroya fólk á fólkaatkvøðu næsta ár. Á tann hátt væntar samgongan at fáa breiða undirtøku fyri uppskotinum bæði í Løgtinginum og frá Føroya fólki. Stóra forðingin fyri at tað ikki hevur eydnast at fáa stjórnarskipanina út til fólkaatkvøðu hevur verið, at politisku flokkarnir ikki eru samdir um, hvat skal standa í henni og tá serliga, hvussu Føroyar skulu lýsast stjórnarrættarliga. Støðan er tann sama Soleiðis var støðan eisini, tá seinasta royndin varð gjørd í 2011. Tá var nevndarmeiriluti í Løgtinginum fyri eini orðing, sum segði, at stjórnarskipanin virðir teir stjórnar rættarligu sáttmálar og avtalur, sum eru í gildi, tá hon verður sett í verk. Men ta orðingina vildi Tjóðveldi ikki góðtaka, tí eftir floksins tykki lá í hesum ein viðurkenning av heimastýrislógini og grundlógini, ið kundi verið tulkað soleiðis, at Føroyar høvdu viðurkent danskt yvirvald. Tá uppskotið kom til 2. viðgerð, var meiriluti fyri at koyra tað aftur í grein 25 nevndina, ið hevði viðgjørt málið. Haðani kom tað ikki aftur og fall burtur, tá tingsetan endaði. Gera eina roynd afturat Og greitt er, at einki fer at standa í innganginum til stjórnarskipanina, sum kann sigast at vísa til ríkisrættarligu støðu Føroya, sum hon er í dag. Í staðin fer at standa, at Føroya fólk er evsta vald í Føroyum, at Føroya fólk, tá ið tað vil, kann loysa, og at einki vald má takast burtur frá Føroya fólki uttan við samtykki fólksins. til dømis krevst fólkaatkvøða, um Føroyar skulu geva frá sær vald ígjøgnum limaskap í millumtjóða felagsskapum. Tað, sum skal skrivast og samtykkjast, áðrenn stýrisskipanin fer til fólkaatkvøðu, verður umrøtt í hesari sendingini. Í sendingini er orðaskifti millum Høgna Hoydal og Helga Abrahamsen, sum báðir sótu í teirri grein 25 nevndini, sum viðgjørdi uppskotið, annar fyri Tjóðveldi og hin fyri Sambandsflokkin. Fimm skip keyptu tey 5000 tonsini fyri í miðal 12,5 oyru kilo. Tey vóru Christian í Grótinum, Fagraberg, Finnur Fríði, Næraberg og Tróndur í Gøtu. Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevði ásett minstaprís at vera 12 oyru kilo sostatt fóru tey 5000 tonsini í dag beint omanfyri minstaprís. Fyri viku síðan vildi einki skip bjóða. Tá var minstiprísur 30 oyru kilo, og heldur ikki týsdagin, tá minstiprísur varð lækkaður niður í 18 oyru kilo. Turið Arge, aðalstjóri, vil ikki gera samrøðu við Dag og Viku, men sigur í stuttari viðmerking, at avgerðin varð ikki tikin í Heilsu og innlendismálaráðnum. Landsgrannskoðanin nevnir eisini dømi um starvsfólk, sum fekk 44,5 tímar útgoldnar í yvirtíð í ein mánað. Hetta uttan at vanligu tímarnir vóru skrásettir í skipanini frammanundan. Felagið vil hava, at upprunaliga orðingin kemur innaftur í lógina um Búskapargrunnin. Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, hevur skotið upp at broyta lógina um Búskapargrunnin, men har verða tilfeingisgjøld ikki nevnd. Føroya Arbeiðsgevarafelag sigur í hoyringarskrivi, at kemur henda reglan inn aftur í lógina, fara inntøkur frá tilfeingis og loyvisgjøldum ikki beinleiðis á fíggjarlógina til rakstur, men enda partvís sum ein uppsparing, soleiðis sum endamálið við Búskapargrunninum upprunaliga var. Sambært uppskotinum skal partur av avlopinum hjá landskassanum flytast í Búskapargrunnin, umframt serinntøkur frá kolvetnisvinnu og einskiljing av almennum ognum. Er avlopið millum 0 og 200 milliónir krónur, skulu 20 prosent flytast í grunnin, og eer avlopið meira enn 200 milliónir, skulu 50 prosent flytast í Búskapargrunnin. Hesi broytingini tekur Føroya Arbeiðsgevarafelag undir við. Uppskotið um at partur av avlopi landskassans skal fara í Búskapargrunninum kemur til fyrstu viðgerð í tinginum í næstu viku. Millum annað avráddi TG Verk at gjalda partin hjá Landsverki av gerðarrættinum fyri at fáa gongd á tað, sum verður rópt Føroya størsta gerðarrættarmál. Uppskotið um fíggjarætlan fyri Tórshavnar kommunu næsta ár er gjørt við tí fortreyt, at skattaprosentið verður óbroytt, 19,75, men samgongan í býráðnum ætlar at lækka skattaprosentið í 2017. Tað segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, á býráðsfundinum mánakvøldið, tá uppskotið um fíggjarætlan varð lagt fram. Inntøkurnar næsta ár verða mettar til 881 milliónir krónur samanborið við 848 milliónir í ár. Tað fer at kosta 680 milliónir krónur at reka Tórshavnar kommunu næsta ár, ella 5,4 prosent meira enn í ár. Rakstrarútreiðslurnar í ár eru 645 milliónir krónur. Meginparturin av vøkstrinum í rakstrinum næsta ár fer til heilsu og umsorganartænastuna. Barnafrádrátturin verður óbroyttur, 8.000 krónur. Skálafjarðarsamstarvið fekk Gallup at gera eina tørvs og nøgdsemiskanning . 1015 fólk, sum eru 65 ár ella eldri, búgva í Nes, Runavíkar og Sjóvar kommunum. 438 teirra eru við í kanningini. Yvirhøvur eru fólk væl nøgd, og tey eru væl fyri eisini, er niðurstøðan í kanningini. Tey flestu búgva í egnum sethúsum, og ein stórur partur býr saman við hjúnafelaga ella familju. 45 prosent av teimum spurdu kundu tó hugsað sær at flutt í eina minni íbúð. Næstan 100 av teimum 438 spurdu arbeiða framvegis. Nógv teirra kundu hugsað sær at arbeitt í mong ár afturat. Tey flestu hava avvarðandi, sum búgva í nánd ella aðra staðni í Føroyum. Meira enn 75 prosent kenna seg ongantíð einsamøll sambært kanningini. Myndirnar av stetlandi Clinton, tá hon fer í ein bil sunnudagin, hava vakt ans um allan heim, og tíðindi ganga um, at hon er álvarsliga sjúk. Mánakvøldið segði Hillary Clinton í eini telefonsamrøðu við sjónvarpsstøðina CNN, at hon fylgdi ikki klóku ráðunum frá læknanum, sum hon tók til, um at binda frið. Eg livi betur, men eg havi havt nógv um at vera seinastu dagarnar. Eg fari at kunngera, hvussu heilsan er, um nakrar dagar, segði Clinton við CNN. Mentanarhúsið SALT á Drelnesi tørvar meira pening, og sum skilst skal Tvøroyrar býráð mikudagin viðgera ein fyrispurning um at veita verkætlanini fígging, so húsið verður liðugt í ár. TG Verk hevur staðið fyri at umbyggja gomlu saltgoymsluna á Drelnesi. Høgni Lauritsen, stjóri, váttar, at felagið hevur útistandandi rokningar hjá Saltsilo grunninum. Høgni Lauritsen leggur samstundis dent á, at ein avtala er fingin í lag um gjald, tá fígging er fingin til vega. Kringvarpið skilir, at lítið virksemið hevur verið í Saltsiloini seinastu tíðina. Sambært stjóranum í TG Verki er tveir ella tríggir mans í løtuni í ferð við at seta stáltrappur upp. Hvørki tíðarætlanin ella kostnaðarætlanin hava hildið í sambandi við at umbyggja saltgoymsluna á Drelnesi. Upprunaliga skuldi mentanarhúsið verða liðugt fyri meiri enn hálvum øðrum ári síðan, og prísurin lá um 60 milliónir krónur. AP Møller Mærsk, Fólkatingið og Løgtingið rindaðu 20 milliónir hvør. Verkætlanin varð dýrari enn ætlað, segði Ólavur Rasmussen, formaður í grunninum og virkandi stjóri, longu í juni. Tá segði hann, at arbeitt varð við at finna fígging. Tað ætla Ólavur Rasmussen og hini í Saltgrunninum eftir øllum at døma at gera hjá APMM Tvøroyrar kommunu. Mikudagin skal býráðið á afturlatnum fundi viðgera eitt mál viðvíkjandi SALT. Tað váttar Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri. Spurdur um talan er um eina umbøn um fígging, hevur borgarstjórin onga viðmerking til útvarpið. Kristin Michelsen vil kortini ikki avsanna, at býráðið á afturlatna fundinum skal umrøða ein fyrispurning um at veita nakrar milliónir í fígging til SALT. Kringvarpið skilir, at AP Møller Mærsk grunnurin er sinnaður at lata meirfígging við teirri treyt, at ein annar partur vil rinda líka nógv sum grunnurin. Hvussu stóra upphædd talan er um, er ógreitt. Men keldur, sum Kringvarpið hevur tosað við, meta, at húsið verður munandi dýrari enn upprundaliga ætlað. SALT ætlaði ikki at biðja um meirfígging frá Fólkatinginum ella Løgtinginum, segði Ólavur Rasmussen við Dag og viku í juni. Saltsiloin er smáar 20 mánaðir seinkað Eingin vil siga, júst nær hon stendur liðug. Men helst verður tað móti ársenda, at sjálvur bygningurin er liðugur. Tá er økið uttanum kortini ikki tikið við. Útvarpið royndi í fleiri umførum at fáa eina viðmerking frá Ólavi Rasmussen, stjóra fyri SALT verkætlanini, mánadagin, uttan at tað kortini eydnaðist. Systrarnar Paula og Súsanna Eikhólm eru ávíkavist kassameistari og næstforkvinna í felagnum. Saman við teimum hyggja vit aftur á farnu 40 árini og umrøða nøkur hæddarpunkt. Eisini ávís hending, sum tær helst vilja gloyma, verður tikin upp. Opið hús verður í róðrarneystinum fríggjadagin. Tá verða bátarnir Báran og Hvessingur flotaðir, og fólk hava møguleika at seta seg í. Úrslitið vísir millum annað, at ungir føroyingar, millum 18 og 29 ára gomul, hava ringastu sálarligu heilsustøðuna av teimum 2.200, sum eru við í kanningini. Kanningin hjá Fólkaheilsuráðnum er hagfrøðiliga knýtt at kropsligum óvirkni, ringum kost og svøvnvanum, umframt ónøgd við kynslívið. Fólkaheilsukanningin vísir eisni, at so at siga hesi somu ungu, sum hava ringastu sálarligu heilsustøðuna. Ikki øll halda seg sjálv kunna gera nakað fyri at bøta um støðuna. Tað ljóðar tað so dapurt, at tey ungu í Føroyum hava ringastu sálarligu heilsustøðuna, men samanborið við sama aldursbólk í Danmark, er støðan tann sama. Ewald Kjølbro, stjóri í Landsverki, vísir øllum ákærunum um, at stovnurin roynir at drála gerðarrættarmálið í sambandi við byggingina av Glasi, aftur. Tað sigur Bárður Larsen, adjunktur í løgfrøði á Fróðskaparsetrinum, um notatið, sum danska løgmálaráðið vegna donsku stjórnina skrivaði i 2010, tá føroyska grundlógin ella stjórnarskipanin var til viðgerðar í Løgtinginum. Bárður Larsen og Kári á Rógvi, sáli, skrivaðu eina grein í danska fakblaðnum Juristen, har teir vístu aftur trongu donsku tulkingina av støðu Føroya í ríkinum. Men frá almennari føroyskari síðu kom eingin viðmerking ella afturvísing av danska sjónarmiðnum um, at alt vald í Føroyum er givið føroyingum úr Danmark, og at Løgtingið ikki hevur lóggávuvald, men tað, sum danir siga vera regeludstedende kompetence. Bárður Larsen og Kári á Rógvi vísa í greinini í Juristen á, at fleiri ríki hava meira enn eina grundlóg, til dømis USA, Týskland, Sveis og Eysturríki. Danir eru glaðir fyri at kunna vísa á, at Danmark er ein eindarstatur, men í veruleikanum er heldur talan um tríggjar statseindir Danmark, Føroyar og Grønland, ið hvør sær hava fólksligan suverænitet ella sjálvstýri, sigur Bárður Larsen. Tí hevur veruleikin langt síðani yvirhálað tað statsrættarliga ástøðið, ið danskir myndugleikar brúka, tá teir viðgerða ríkisrættarliga støða Føroya, sigur Bárður Larsen. Samtykkja føroyingar stjórnarskipanarlógina, hevur danska stjórnin sagt, at tær lógargreinar, sum eru í stríð við donsku grundlógina, ongan rættarvirknað fara at hava. Sæð í tí ljósinum heldur Bárður Larsen tað vera margháttligt, at Føroyar ikki yvirtaka rættarskipanina, so tað verða føroyskir dómstólar og ikki danskir, ið døma, tá stjórnarskiparlógin, um hon verður samtykt, verður sett í gildi. Mest avgerandi fyri stjórnarskipanarlógina er, at hon á fólkaatkvøðuni verður samtykt við einum sannførandi meiriluta, sigur Bárður Larsen, adjunktur í løgfrøði Tí verður undirtøkan lítil, kann tað í Danmark verða fatað á tann hátt, at føroyingar góðtaka donsku tulkingina at valdið, sum føroyingar hava, kemur úr Danmark, sigur hann. Bárður Larsen, adjunktur í løgfrøði, er gestur hjá Boga Godtfred í sendingini Ósemjan um ríkisrættarligu støðu Føroya, ið verður send í útvarpinum klokkan 17 05. Í hesi sendingini hoyra vit millum annað Spælimennirnar í Klaksvík spæla Norrøna valsin, og Odd Arne Halaas spæla Bælgristarn Novelty. Lagt til rættis Hanna og Terji Jakobsen. 2016 hevur higartil verið metheitt í Grønlandi. Tað vísa mátingar, sum danska veðurstovan, DMI, hevur gjørt fyrstu átta mánaðirnar, skrivar jp.dk Miðalhitin í Tasiilaq í landsynningsgrønlandi var í summar 8,2 stig. Tað er eisini tað heitasta, ið er mátað síðani mátingarnar byrjaðu í 1895. Hitamet vórðu sett í seks av teimum 14 støðunum, har hitin verður mátaður, í vár. Í Upernavik var miðalhitin í apríl 8,2 stig hægri enn vanligt. Meðan grønlendingar kunnu fegnast um nógva hitan í summar, fer tað at koma teimum aftur um brekkur, sigur ein granskari sambært blaðnum. Ein av avleiðingunum verður, at tað kunnu koma ógvusligir stormar tá jøklarnir bráðna, sigur Jason Box, professari á granskingarstovninum GEUS í Danmark. Nógvu hitametini í Grønlandi higartil í ár eru enn eitt prógv um, at tað javnt og samt verður heitari í Arktis, sigur professarin sambært tíðindastovuni Ritzau. Granskaravika er í Barnaútvarpinum. VIt hoyra fleiri granskarar greiða frá. Hesuferð verður tað Marita Debes Magnussen, sum fer at greiða frá. Granskaravika er í Barnaútvarpinum. VIt hoyra fleiri granskarar greiða frá. Hesa ferð er tað Agnes Mols Mortensen, sum fer at greiða frá. Vit fara at heita á tjóðartingið um at góðkenna, at valið verður útsett til annaðhvørt 27. november ella 4. desember, sigur Wolfgang Sobotka, innanríkisráðharri. Í farnu viku segði Sobotka, at hann kannaði møguleikan at flyta valið. Síðani vísti tað seg, at límið, sum innsiglar valbrævið, var ov vánaligt, og tí kundi borið til at býta um atkvøður. Forsetaval var annars í Eysturríki í mai í ár. Tá vann Alexander Van der Bellen, fyrrverandi formaður fyri Grøna flokkinum, tepran sigur á høgrapolitikkaranum, Norbert Hofer. Hann sipar til notatið, sum danska løgmálaráðið vegna donsku stjórnina skrivaði i 2010, tá føroyska grundlógin ella stjórnarskipanin var til viðgerðar í Løgtinginum. Gjørdu vart við støðuna Bárður Larsen og Kári á Rógvi, sáli, skrivaðu eina grein í danska fakblaðnum juristen , har teir vístu aftur trongu donsku tulkingina av støðu Føroya í ríkinum, men frá almennari føroyskari síðu kom eingin viðmerking ella afturvísing av danska sjónarmiðnum um at alt vald í Føroyum er givið føroyingum úr Danmark, og at Løgtingið ikki hevur lóggávuvald, men tað danir siga vera regeludstedende kompetence . Bárður Larsen og Kári á Rógvi vísa í greinini í Juristen á, at fleiri ríki hava meira enn eina grundlóg, til dømis USA, Týskland, Sveis og Eysturríki. Danir vísa á, at Danmark er ein eindarstatur, men í veruleikanum er heldur talan um tríggjar statseindir, Danmark, Føroyar og Grønland, ið hvør sær hava fólksligan suverænitet ella sjálvstýri, sigur Bárður Larsen. Tí hevur veruleikin langt síðani yvirhálað tað statsrættarliga ástøðið, ið danskir myndugleikar brúka, tá teir viðgerða ríkisrættarligu støðu Føroya, sigur Bárður Larsen. Samtykkja føroyingar stjórnarskipanarlógina, hevur danska stjórnin sagt, at tær lógargreinar, sum eru í stríð við donsku grundlógina, fara ongan rættarvirknað at hava. Sæð í tí ljósinum heldur Bárður Larsen tað vera margháttligt, at Føroyar ikki yvirtaka rættarskipanina, so tað verða føroyskir dómstólar og ikki danskir, ið døma, tá stjórnarskiparlógin, um hon verður samtykt, verður sett í gildi. Mest avgerandi fyri stjórnarskipanarlógina er, at hon á fólkaatkvøðuni verður samtykt við einum sannførandi meiriluta, sigur Bárður Larsen. Tí verður undirtøkan lítil, kann tað í Danmark verða fatað á tann hátt, at føroyingar góðtaka donsku tulkingina, at valdið, føroyingar hava, kemur úr Danmark. Aðalstjórin í Heilsu og innlendismálaráðnum vildi vera við, at tað var ikki ein fyrisitingarlig avgerð at seta Anni á Hædd í nýtt starv sum fulltrúi á Umhvørvisstovuni. Næmingarnir kunnu velja seg inn á ymiskar handverksbreytir, men tey fáa ikki eitt vanliga miðnámsprógv, tá tey eru liðug, tí tey skulu læra tað, tey megna at læra. Árini 1998 til 2001 vóru ein ógvuliga hendingarík og dramatisk tíð á politiska vígvøllinum í Føroyum, tá fullveldisskútan loysti frá landi. Sjúrður Skaale var sum embætismaður við til tað mesta, tá landsstýrið fyrireikaði og førdi samráðingar við donsku stjórnina og samstundis var í hørðum stríði í Føroyum. Hann fekk starv í Tinganesi í 1999. Hann ritstjórnaði Hvítubók, og síðani bleiv hann spunasmiður og var við til næstan alt, sum fór fram. Hann var við á fundum og skrivaði eina rúgvu av fundarfrásøgnum, framløgum, talum og greinum fyri politikararnar. Eisini skrivaði hann dagbók ein part av tíðini. Tað sigur Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, sum nú ikki torir at lova, at stóri skúladepilin í Marknagildi í Havn verður liðugur til skúlabyrjan næsta ár. Har verða fleiri fyrilestrar og framløgur hjá næmingum, sum hava verið uttanlands og lisið og eisini hjá næmingum, sum hava lisið heima í Føroyum. Elisabet Dalsgaard hevur lisið til maskinmeistara, eitt fak, sum vanliga bara mannfólk lesa. Elisabet hevur framløgu hósdagin í Norðurlandahúsinum. Í týska blaðnum Die Welt vísir Asselborn á, hvussu stjórnin í Budapest fer við flóttafólki, hvussu máað verður burtur av óheftninum hjá rættarskipanini og eisini av pressufrælsinum í landinum. Ungarn er næstan komið so langt sum at geva boð um at skjóta flóttafólk, sigur uttanríkisráðharrin í Luksemborg, Jean Asselborn, við Die Welt. Ungarski uttanríkisráðharrin hevur svarað aftur og sagt, at Asselborn als ikki kann takast í álvara. Leiðarar í ES skulu hittast fríggjadagin í Slovakia at viðgera framtíðina hjá samveldinum. 12. september hava føroyingar leingi sett í samband við stórt fótbóltsavrik, men nú hevur telvingin eisini ognað sær partabræv í honum. Hetta var dagurin, tá 26 ára gamli Helgi Dam Ziska bleiv stórmeistari. Leingi var tað bara ein fjarur dreymur hjá Talvsambandinum at fáa ein føroyskan stórmeistara, og tað var ikki fyrr enn nettupp Helgi Dam Ziska steig upp á føroyska talvpallin, at tey bjartskygdu tordu at trúgva, at dreymurin kundi gerast veruleiki. Morgunsendingin skiftir orð við Suna Merkistein, ið hevur skrivað bókina Føroysk telving í 20. øld. Saman við honum verða frambrot í føroyskari telving lýst Vágatunnilin verður stongdur klokkan fimm seinnapartin, og tað verður hann í hálvantriðja tíma, tí tilbúgvingarætlanin skal roynast. Tað er neyðugt at steingja tunnilin júst tá, hóast tað er ein løta, tá nógv ferðsla er, sigur Uni Danielsen, stjóri í Vágatunlinum. Vit hoyra góðan tónleik afturvið góðari søgu. Føroya Symfoniorkestur hevur havt nógvar barnakonsertir, og hesuferð er evnið Føroyingasøga. Jákup Veyhe sigur frá. t t t t t t t Bæði mikukvøldið og hóskvøldið fer danski skemtarin, Tobias Dybvad, at framføra í Dansifrøi í Havn. Fyrra kvøldið verður bandað og sent á TV2 Zulu longu mánakvøldið. Yvirlitskanningarnar fyri bróstkrabba verða helst ikki settar í verk, fyrr enn í mars næsta ár, sigur Johnny í Grótinum, stjóri á Landssjúkrahúsinum. Allar føroyskar kvinnur millum 50 og 69 ár skuldu fáa tilboð um at verða kannaðar fyri bróstkrabba, avgjørdi Karsten Hansen, fyrrverandi landsstýrismaður í heilsumálum, í 2014. Miðað varð eftir at byrja screeningarnar í januar í fjør, men enn er eingin kvinna screenað. 6. oktober í fjør segði Johnny í Grótinum, sjúkrahússtjóri, fyrstu ferð við Kringvarpið , at ein loysn var í eygsjón. Tveir mánaðir seinni varð sagt, at kanningarnar fyri bróstkrabba í Føroyum fóru ikki at verða fyrr enn eftir ársskiftið 2015 2016. Tá Kringvarpið so í januar í ár spurdi sjúkrahússtjóran, hvussu gongur at screeningarnar í verk, var svarið, at eftir hjá Landssjúkrahúsinum var bara at seta læknan at taka sær av screeningini. Átta mánaðir seinni og enn eingin skipað bróstkrabbascreening varð aftur spurt, hvussu gongur, og svarið var, at ein loysn var á gáttini. Men nú er greitt, at mammografiscreeningin er aftur útsett. Hesa ferð til mars næsta ár. Fleiri størv sum røntgenlækni eru leys, og lýst verður javnan eftir røntgenlækna, sigur Johnny í Grótinum, stjóri á Landssjúkrahúsinum, í skrivligum svari til útvarpið. Í løtuni eru 11 ósett læknastørv á Landssjúkrahúsinum. Tað gongur striltið hjá Landssjúkrahúsinum at fáa politisku avgerðina um at bjóða kvinnum yvirlitskanningar fyri bróstkrabba setta í verk. Landsstýriskvinnan harmast. Læknatrotið er orsøkin til, at mammografiscreeningar ikki eru settar í verk enn, segði Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, við útvarpið týskvøldið. Kanningarnar fyri bróstkrabba verða helst ikki settar í verk fyrr enn í mars næsta ár, sigur Johnny í Grótinum , stjóri á Landssjúkrahúsinum, við útvarpið. Landsstýriskvinnan í heilsumálum er ikki sannførd um, at tað fer at bera til at kanna kvinnur fyri bróstkrabba um eitt hálvt ár, sum stjórin á Landssjúkrahúsinum vónar. Eg fari at fylgja við, hvussu gongur at gera avtaluna, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, sum ikki kann veita vissu fyri útspælinum hjá Johnny í Grótinum. Tað var táverandi landsstýrismaðurin, Karsten Hansen, ið fór undir ætlanina at kanna allar kvinnur millum 50 og 69 ár fyri bróstkrabba. Endamálið var, at 25 prosent færri skuldu doyggja. ES eigur at hava ein felags her, segði Jean Claude Juncker, formaður í ES Kommissiónini millum annað í røðu síni fyrrapartin um støðuna hjá Evropeiska Samveldinum. Bretar hava altíð verið ímóti sonevndum felags europeiskum heri og hava sagt, at vandin fyri at koma í stríð við áhugamálini hjá NATO hava verið ov stór. Men nú bretar hava avgjørt at fara úr ES, er slóð ruddað fyri tættari hernaðarligum samstarvi í ES. Sterkari hernaðarlig verja í Evropa merkir ikki, at vit skulu hava minni transatlantiskan solidaritet. Hetta eigur at koma afturat NATO, segði Juncker í røðu síni. Nógv av røðuni snúði seg um Brexit. Juncker segði, at sundurlyndið hevur elvt til gallopperandi populismu , og at Evropa má verja seg fyri tí. Fram um alt, so merkir Evropa friður. Tað er eingin tilvild, at longsta tíðarskeiðið við friði byrjaði við stovnanini av europiska samstarvinum, segði formaðurin í ES kommissiónini og legði afturat Evropa hevur gloymt sína fortíð. Men mínar damur og harrar, børn okkara hava betri uppiborið, sigur Jean Claude Juncker, formaður í ES Kommissiónini. Fríggjadagin hittast ES leiðararnir í høvuðsstaðnum í Slovakia, Bratislava, at kjakast um framtíðina hjá samveldinum. Bretski stjórnarleiðarin, Theresa May, verður sum vera man ikki við á fundinum. Málið er at stjórnarskipanin verður samtykt við 80 90 prosent meiriluta, sigur Aksel V Johannesen løgmaður. Hann stendur á odda fyri politisku samráðingunum um, hvussu endaliga uppskotið um føroyska grundlóg skal síggja út. Samstundis sigur løgmaður, at hann er til reiðar at senda uppskotið til fólkaatkvøðu, uttan at hava allar flokkarnar við Meira verður at frætta um evnið í útvarpssendingini, Radarin, sum kemur í útvarpinum klokkan 17 05. Hóast tveir varaborgarstjórar eru í Tórshavnar býráð, verður eingin borgarstjóri í kommununi næstu tríggjar vikurnar, meðan Heðin Mortensen er burturstaddur. Hann hevur sent samgonguumboðunum í býráðnum eitt bræv, har hann boðar frá, at hann er burturstaddur í almennum arbeiðsørindum. Talan er ikki um feriu ella farloyvi, skrivar Heðin Mortensen til samgongufelagar sínar, sambært in.fo . Heðin Mortensen skrivar, at meðan hann er burtur, røkir stjórnin í kommununi vanligar dagligar uppgávur, men tað politiska liggur hjá einstøku formonnunum í nevndunum. Hesi viðurskifti gera, at eingin er í mínum staði, til eg komi aftur, skrivar Heðin Mortensen í brævinum til samgongulimirnar í býráðnum. Hinvegin sigur hann seg vera tøkan á telefon, sms og teldposti alt samdøgrið tær tríggjar vikurnar, hann umboðar Løgtingið á ST aðalfundi í New York. Jógvan Arge í Tjóðveldi, sum er í andstøðu, er fyrsti varaborgarstjóri. Elin Lindenskov í Javnaðarflokkinum, sum er í samgongu, er annar varaborgarstjóri. Føroyar vóru í 30 árunum ógvuliga tilafturskomnar, men krígsárini forvunnu Føroyar nógvan pening í vandasiglingini til Bretlands at selja fisk. Samstundis sum ráðini batnaðu, vaks fram eitt nýtt tilvit millum føroyingar. Ein kensla av, at vit kunna sjálvir. Hin nýggi Fólkaflokkurin, sum umboðaði radikalt sjálvstýri, gjørdist størsti flokkur undir krígnum. Sambandið við Danmark varð kvett øll krígsárini, og tí var støðan spent eftir krígslok. Føroyingar vildu ikki aftur í amtsstøðuna. Tingingar vóru við donsku ríkisstjórnina um eina framtíðarskipan fyri Føroyar. Knúturin var ringur at loysa, tí føroyingar vóru mest ósamdir innanhýsis. Endin av øllum var, at fólkaatkvøða skuldi vera um samband ella loysing. Tepur meiriluti var fyri loysing á fólkaatkvøðuni 14. september 1946, men stutt eftir upploysti danski kongurin Løgtingið og skrivaði út nýval í Føroyum. Ein føroysk stjórnarskipan skal staðfesta, at Føroya fólk hevur valdið í Føroyum. Tað er ein av ásetingunum í samgonguskjalinum hjá sitandi samgongu. Fólkaatkvøða skal vera um eina nýggja stjórnarskipan í 2017. Uppskotið byggir á stjórnarskipanaruppskotið frá 2010, sum hevur verið á tingið tvær ferðir uttan at koma úr nevnd aftur fyrst í 2010 og so í 2011. Aksel V. Johannesen, løgmaður, vónar kortini, at ein víð semja fæst í lag hesa ferð, men tað valdast, um tað eydnast at fáa semju millum Tjóðveldi og Sambandsflokkin um orðingarnar í formælinum til lógina. Í 2011 vildi Tjóðveldi ikki taka undir við uppskotinum, tí ein orðing í formælinum staðfesti, at vit virða galdandi reglur, lógir og stjórnarsáttmálar. Tá tók Sambandsflokkurin undir við uppskotinum, sum ongantið kom úr nevnd. Spurningurin er, um tað eydnast løgmanni at finna eina orðing, sum allir partar kunnu góðtaka, so uppskotið kann berast í tingið. Hetta skal helst gerast í seinasta lagi í november, skal tað eydnast at senda uppskotið til fólkatkvøðu í 2017, tí tað skal viðgerast í eini 25 nevnd í nakrar mánaðir, og síðani skulu ganga seks mánaðir, áðrenn lógin kann fara til fólkaatkvøðu. Í hesum Radaranum kanst tú hoyra eina longri samrøðu við løgmann um, hví vit skulu hava eina stjórnarskipan, hvørjar ásetingar hon millum annað hevur, og kjakið millum formannin í Sambandsflokkinum, Bárð Nielsen, formannin í Tjóðveldi, Høgna Hoydal, og Poul Michelsen, formann í Framsókn. Nevndin hevur sett allan seinnapartin av til fundin, og hevur boðsent Fjarhitafelagnum, SEV, TG Verki og Landsverki á fund, umframt ikki færri enn trimum landsstýrisfólkum. Henrik Old møtir á fund saman við Landsverki, Rigmor Dam møtir á fund saman við Boga Bech Jensen, rektara og formanni í bygginevndini hjá Glasi, og Sirið Stenberg møtir á fund í fíggjarnevndini saman við Umhvørvisstovuni. Um dagarnar fekk landsstýriskvinnan í mentamálum felags tilmæli um hitaskipan til Glasir. Sambært tilmælinum skal Glasir hitast bæði við jarðhita og fjarhita. Víst verður á, at hitaskipanin á Glasi er býtt upp í lágtemperaturskipan og hátemperaturskipan. Felags loysnin er, sambært tilmælinum, at jarðhiti verður nýttur til lágtemperaturskipanina, og fjarhiti verður nýttur til hátemperaturskipanina. Sambært felags tilmælinum skal Fjarhitafelagið bjóða Glasir hitaorku frá elketlum, um so er, at rørini hjá Fjarhitafelagnum ikki eru løgd út í Marknagil, tá skúlin verður tikin í nýtslu. Landsverk roknar við, at tílík samansett loysn verður bíligari hjá Landsverki sum byggiharra, enn um loysnin var jarðhiti burturav. Samansetta loysnin fer sambært Landsverki at kosta átta milliónir krónur, meðan jarðhitaloysnin hevði kostað 13,4 milliónir. Landsstýriskvinnan hevur longu biðið Løgtingið um 13,4 milliónir í eykajáttan til Glasir. Vísandi til felags tilmælið hevur Mentamálaráðið nú lækkað umbønina niður í átta milliónir. Landsverk, Umhvørvisstovan, SEV og Fjarhitafelagið eru samd um felags tilmælið. Avgerðin er tikin, so at meiri neyðhjálp kann flytast til landið. Tað sigur talsmaður fyri amerikanska uttanríkisráðharran, sambært Returs tíðindastovuni. SOHR, sýriski eygleiðingarstovunurin fyri mannarættindi, boðaði í gjár frá, at hann hevur ikki skrásett eitt einasta dráp hesa bæði samdøgrini, meðan vápnahvíld hevur vart. Avtalan kom í gildi í gjárkvøldið klokkan sjey, lokala tíð. Tað hevur enn ikki eydnast Sameindum Tjóðum at fáa neyðhjálp inn í landið. Týsdagin skrivaði Reuters um eitt eygnavitni við markið, sum hevði sæð fleiri bilfylgi við neyðhjálp koyra inn í Sýria úr Turkalandi. Fólkið í kringsettum býum bíða enn eftir hjálp. Neyðhjálp sleppur møguliga inn í landið í dag sigur ST. Bilarnir standa framvegis turkisku megin markið og bíða. Týsdagin var tað ov hættisligt hjá lastbilum hjá ST at koyra inn í krígsherjaða landið. Tað segði Jens Lærke, talsmaður fyri neyðhjálparskrivstovuni hjá ST, við Danmarks Radio. Týdningarmikil partur av avtaluni um vápnahvíld er, at neyðhjálp skal veitast áhaldandi, og at ongar forðingar verða settar fyri hjálpina í kringsettu økjunum í Sýria. Í eystara parti í Aleppo, har uppreistrarfólk hava valdið, eru umleið 250.000 fólk, sum hava verið hildin aftur í umleið tveir mánaðir. Sendingi Jazzofonin, sum nú er ein tíma, er nú aftur á vetrarskránni hjá Kringvarpinum. Í fyrstu sendingini í vetur hoyra vit løg eftir Keith Jarrett av Belonging plátuni frá 1974 og Standards, Vol. 2 frá 1985. Harumframt hoyra vit Jacky Terrasson og Cassandra Wilson við standardum av plátuni Rendezvous frá 1997. Lagt til rættis Arnold Ludvig. Týsdagin spældi føroyska U15 fótbóltslandsliðið sín fyrsta altjóða skrásetta landsdyst. Føroyska liðið tók ímóti Sveis við Djúpumýru í Klaksvík. Dysturin endaði 1 4. Eli Hentze, venjari, er ikki heilt nøgdur við úrslitið, men spælið og innsatsurin vóru í lagi. Vit tordu at spæla fótbólt, sigur hann. Í dag klokkan 17 er Sveis á Tórsvølli, og vónin er, at fitt av fólki leitar sær á stadion at hyggja at framtíðini í føroyskum fótbólti. 5.000 tons av svartkjafti vórðu seld fyri 10 oyru kilo, sum var ásetti minstiprísurin á afturlatnu uppboðssølu hósdagin fyri viku síðani. Mánadagin seldi Fiskamarknaðurin onnur 5.000 tons av svartkjafti á opnari uppboðssølu. Tá var miðalprísurin 12 oyra fyri eitt kilo. Tað gongur við rúkandi ferð í byggivinnuni, og tað trýstir eisini prísirnar upp. Lægstu boðini eiga MT Højgaard, Húsavarðartænastan, el.fo og Demich, til samans 318 milliónir krónur. Tilboðini verða nú kannað og ymsir møguleikar vendir, sum væntandi kunnu fáa prísin at samsvara betur við fíggjarkarmin, sigur Landsverk. Arne Debes Madsen, leiðari á byggideildini á Landsverki, sigur, at tað eru longu nøkur ár, síðani karmurin varð gjørdur, og tí er tað ikki óvæntað, at tilboðini eru hægri. Fermetraprisurin er rímiligur, tá borið verður saman við onnur arbeiði, sum eru í gongd í løtuni, og tá hugsað verður um, hvussu marknaðarstøðan er, sigur hann. Til samans komu 15 tilboð inn til tær fimm arbeiðstøkurnar at útbyggja Landssjúkrahúsið. H bygningurin fevnir í høvuðsheitum um nýggjan psykiatriskan depil, seingjardeildir, køk og venjingarhøli. Inntøkurnar frá tilfeingisgjøldum eiga at fara í Búskapargrunnin og ikki til vanliga raksturin á fíggjarlógini. Tað er ein hættislig gongd, tí tilfeingisgjøldini kunnu vera ymisk ár undan ári. Tað er tilmælið frá Føroya Arbeiðsgevarafelag, nú ætlanin er at broyta lógina um Búskapargrunnin. Uppskotið um, at partur av avlopi landskassans skal fara í Búskapargrunninum, kemur til fyrstu viðgerð í tinginum í næstu viku. Hoyr pena lagið, sum Simon Lynge spælir og syngur saman við fylgisveininum Richard Lobb. Simon Lynge hevur verið her í nakrar vikur og fingið íblástur. Hann endar við eini útgávukonsert á Reinsarínum. Fólk, sum var til gongu á Tinghúsvegnum, boðaði frá. Fólk á kriminalteknisku deild hjá ríkisløgregluni hava kannað eldsbrunan í Havn. Hetta varð gjørt, tí løgreglan í Føroyum ikki sjálv fekk staðfest atvoldina til eldin, segði Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur við útvarpið í juli mánaði. Kriminaltekniska deild kundi staðfesta, at eldurin varð ásettur. Enn er eingin tikin. Men løgreglan hevur avhoyrt fleiri persónar. Tveir menn, 26 og 29 ára gamlir, vórðu tiknir á politistøðina til avhoyringar sama kvøld, eldsbrunin var. Teir vórðu tó latnir leysir, tí prógvini móti teimum vóru ikki nóg góð. Nú verður so bíðað eftir úrslitunum av fleiri royndum, sum eru tiknar í AA húsinum, sigur Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur, í stuttari viðmerking í morgun. Lærdómur er lættur at bera, siga fólk, men tey, sum siga tað, hava ikki gingið leingi í skúla, heldur Signar í Homrum, sum er farin at lesa búskaparfrøði á Fróðskaparsetrinum. Búskaparfrøði er nýggj lestrargrein, sum er komin á Fróðskaparsetrinum. Tað, at hann kundi halda fram við lesnaðinum í Føroyum, bar í sær, at Signar gjørdi av at halda fram við lestnaðinum, nú hann var liðugur við HF í summar. Eftir fleiri ár við vaksandi útflutningsinntøkum, millum annað tí prísurin á alilaksi er høgur, og stórum nøgdum av makreli og sild, so heldur hákonjunkururin fram við styrktari megi í 2016, sigur Tjóðbankin í frágreiðingini . Serliga er tað stóri eftirspurningurin bæði innan og uttanlands, sum smyr hjólini, og Tjóðbankin sigur, eins og føroyska Búskaparráðið, at tað serliga eru tær ógvuliga stóru íløgurnar hjá tí almenna og hjá almennu feløgunum, sum fara at hava vøkstur við sær næstu árini. Vandi er fyri, at búskapurin verður ov heitur, serliga í byggivinnuni, og tí mælir Tjóðbankin til, at bygnaðarliga hallið hjá tí almenna verður vent til avlop skjótari, enn myndugleikarnir annars høvdu ætlað. Eisini mælir Tjóðbankin til, at fíggjarpolitisku langtíðaravbjóðingarnar verða loystar beinanvegin, og at bæði fíggjarlógin hjá landinum og fíggjarætlanirnar hjá kommununum verða samskipaðar, so almenni fíggjargeirin kann stýrast betur. Tjóðbankin ávarar eisini um tær ovurstóru almennu íløgurnar, sum skulu gerast í tunlar næstu árini, og mælir landsstýrinum til at umhugsa, um onkrar av hesum stóru íløgum kunnu útsetast. Metlítla arbeiðsloysið ber eisini boð um, at landsstýrið og kommunurnar mugu halda aftur og ikki víðka virksemið, skrivar Tjóðbankin, sum mælir til, at nýskipanir verða gjørdar, sum tryggja, at arbeiðsmegin veksur í Føroyum. Her nevnir Tjóðbankin beinleiðis handverksvinnuna. Nógvir handverkarar búgva Føroyum, men teir arbeiða uttanlands, har løn og skattafyrimunir draga. Hetta vil samstundis minka um vandan fyri ov heitum búskapi. Og slík nýskipan fer eisini at vaksa um skattainntøkurnar, skrivar Tjóðbankin. Saltsilogrunnurin hevur fingið eina treytaða tilsøgn frá A.P. Møller grunninum, ið frammanundan hevur játtað 20 milliónir til SALT, upplýsir Ólavur Rasmussen, virkandi stjóri í Saltsilogrunninum. Grunnurin vil játta upp til tríggjar milliónir krónur afturat. Men játtanin er treytað av, at Tvøroyrar kommuna játtar somu upphædd sum grunnurin, sigur Ólavur Rasmussen. Tað merkir, at Saltsilogrunnurin fær bara tríggjar milliónir úr Danmark, um kommunan eisini vil játta tríggjar milliónir. Sambært Ólavi Rasmussen kann mentanarhúsið SALT gerast liðugt, um grunnurin fær seks milliónir afturat. Ja, tá hava vit nóg mikið av pengum at gera bygningin lidnan, sigur Ólavur Rasmussen. Virkandi stjórin sigur seg hava fingið semju í lag við TG Verk, sum stendur fyri størsta partinum av arbeiðinum við SALT. Eingi tøl verða upplýst, men mentanarhúsið SALT fer at kosta meira enn tær 58 milliónirnar, sum Saltsilogrunnurin hevur at byggja fyri. 58 milliónir eru pengarnir, sum A.P. Møller grunnurin, Fólkatingið og Løgtingið hava játtað SALT. Í gjárkvøldið var býráðsfundur á Tvøroyri. Fundurin varð hildin fyri afturlatnum hurðum. Á skránni var fíggjarliga støðan hjá Saltsilogrunninum, sum ikki hevur pengar til at gera mentanarhúsið liðugt. SALT varð bjóðað út og verður bygt sum fakarbeiðstøka. Sjey arbeiðstakarar gera hvør sín part av bygninginum, harav TG Verk eigur bróðurpartin. Byggileiðsluna hevur Tummas Sørensen, sum eisini er býarverkfrøðingur hjá Tvøroyrar kommunu. Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, er fáorðaður um býráðsfundin í gjárkvøldið. Hann vil ikki so frægt sum upplýsa, um Tvøroyrar kommuna hevur fingið eina ítøkiliga umbøn um at játta pengar til SALT. Borgarstjórin váttar tó, at pengar mangla í fyri at mentanarhúsið SALT kann gerast liðugt. Heldur ikki Henrik Weihe Joensen, kommunustjóri, vil upplýsa, um nøkur umbøn um pengar til SALT er komin til Tvøroyrar kommunu. Málið kemur fyri í fíggjarnevndini hjá Tvøroyrar kommunu fyrst í næstu viku, sigur Kristin Michelsen. Síðani skal málið viðgerast aftur í býráðnum. Men allir partar eru samdir um, at mentanarhúsið SALT skal gerast liðugt, sigur Kristin Michelsen, sum tó ikki vil útgreina, hvat skal til, so SALT kann gerast liðugt. Fíggjarnevndin hjá løgtinginum fer seinnapartin aftur at fundast um skúladepilin Glasir og serstakliga um hitaloysnina. Nevndin hevur sett allan seinnapartin av til fundin, og hevur boðsent Fjarhitafelagnum, SEV, TG Verki og Landsverki á fund, umframt ikki færri enn trimum landsstýrisfólkum. Men Sonja Jógvandóttir vil hava Time out, sum hon málber seg í tíðindaskrivinum, og hon vil hava óheft eftirlit av allari byggingini, sparingunum og tilfarsvalinum. Henrik Old, landsstýrismaður við samferðslumálum, hevði ikki lisið tíðindaskrivið og hevði tí ongar viðmerkingar til áheitanina frá Sonju Jógvansdóttir til tíðindasendingina á døgurða. Jóan Pætur Midjord er uppvaksin á Heygsbreyt, haðani nógvir dreingir komu á 1. lið hjá HB. Foreldrini vóru Louisa Davidsen úr Havn og Jákup Midjord úr Fuglafirði. Jóan Pætur skipaði kvæði í barnadansi og almennum dansi í Sjónleikarhúsinum. Fleiri ár starvaðist hann á Lønjavningar grunninum og vann nógv føroyameistaraskap í ymsum ítróttagreinum. Tey fyrstu í fótbólti og borðtennis, síðani í hondbólti og badminton í mong ár og at enda í flogbólti. Jóan Pætur hevur verið stinnur telvari og var leingi á føroyska OL landsliðnum, eisini í 1970, tá føroyingar møttu russum. Minstiprísurin, sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ásetti, var 10 oyru kilo, og tey 5.000 tonsini vórðu eisini seld fyri 10 oyru kilo. Næraberg keypti 1.000 tons til Norðing, Christian í Grótinum keypti 1200 tons til Christian í Grótinum, og Framherji keypti 320 tons til Fagraberg. Fyrsta, opna uppboðssølan herfyri gav einki boð. Tey 5.000 tonsini, sum ikki vórðu seld, ætlar Fiskamarknaðurin at selja í næstu viku. Eingin orsøk er at steðga arbeiðinum uppá Glasir, fyri at kanna viðurskiftini, tí viðurskifti verða kannað í løtuni Tað sigur Henrik Old, landsstýrismaður, nú Sonja Jógvansdóttir, løgtingskvinna mælir til at steðga á við Glasir, tí viðurskiftini eru so ógreið. Ístaðin eigur meira ferð at verða sett á arbeiðið, so bygningurin kann lokast inni, áðrenn vetrarstormarnir koma, sigur landsstýrismaðurin. Nógv hendir á føroyska mentanarpallinum í løtuni, og hetta merkir eisini fyrstu Mentanarca ina hesa vetrarskránna. Leygarkvøldið verður nýggi leikur eftir Jóanes Nielsen, Havfrúgvin, frumsýndur á Tjóðpalli Føroya. Og talan er um eina fult og heilt føroyska framleiðslu. Vit hitta leikstjóran, Eyðun Johannesen, pallsmiðin, Sámal Blak, og tónleika og ljóðgandakallin, Jens L. Thomsen, og vit leita aftur á samrøðu, sum Kári Olsen hevði við rithøvundan, Jóanes Nielsen, í síðstu viku. Í vár læt upp stórfingin framsýning í Norðurlandahúsinum, samstundis sum Sprotin læt úr hondum bókina Prent 1980 2016 í spegilsvendari skrift um Marius Olsen og hansara list. Solveig Hanusardóttir Olsen, listfrøðingur, kemur á gátt at ummæla stóru bókina. Fleiri framsýningar lótu upp seinasta vikuskiftið, og vit hava verið á tveimum teirra Í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík var fernisering við verkum eftir Hanna Bjartalíð, og vit hava hitt listarmannin, umframt Kinnu Poulsen, ið setti framsýningina. Vit vóru eisini á Listasavni Føroya, har framsýningin Spor læt upp fríggjadagin. Hetta er ein fjølbroytt installatión hjá listamanninum Jóhan Martin Christiansen, sum vit skiftu orð við millum stóru seglini, ið eru gjørd úr bummullsblæum. Í summar vóru 40 ár liðin, síðan fyrstu húskini fluttu inn í slóðbrótandi býlingin, Tórsbyrgi. Vit hava tosað við arkitektarnar Gunnar Hoydal og Páll Holm Lave og Heina Gaard og Selmu Dahl Erol, sum eru uppvaksin í Tórsbyrgi. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fer í íslendskum sjónvarpi í kvøld at greiða frá royndaruppboðssøluni í summar. Og hann leggur ikki fingrarnar ímillum. Frá 1.august í fjør til 1.august í ár eru 360 fólk fleiri flutt til Føroya enn úr Føroyum. Og harumframt er burðaravlopið, tað er munurin millum fødd og deyð, 258 fólk. Hagstovan tekur tó fyrivarni fyri, at fólkatalið vanliga minkar aftur í august mánaði. Nógvur ungdómur flytur av landinum í august, og tí kann roknast við, at fólkatalið minkar við okkurt um 200 fólkum, tá gjørt verður upp 1.september. Men gongdin síðstu tvey árini vísir, at vit gerast alsamt fleiri fólk í Føroyum. Hagstovan roknar við, at verður gongdin nøkulunda sum farnu 24 mánaðir, so fer fólkatalið aftur støðugt at vaksa upp ímóti teim 50.000. Tað kann verða onkuntíð næsta summar ella næsta heyst. Nógv tann størsti fólkavøksturin er í høvuðsstaðarøkinum. 436 fólk fleiri búgva í Tórshavnar kommunu nú, enn fyri einum ári síðani. Í øllum økjum av landinum veksur fólkatalið, uttan í Sandoynni og Suðuroynni, har fólkatalið minkar ávikavist við 22 og 16 fólkum. Statoil skal bora heimsins heitasta jarðhita royndarbrunnin í Íslandi. Endamálið er at fáa glóðheitt vatn úr jørðini, sum skal nýtast til orku. Henda ætlanin miðar eftir at greina, hvussu hiti kann fáast til vega við at bora langt niður, einar fimm kilometrar, verður tosað um. Har er dampur, sum er um 400 til 500 stig, og sum jørðin hitar. Alzheimerfelagið sigur, at hesir sjúklingar fáa onga hjálp, men Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, sigur, at teir verða loftaðir. Í apríl í fjør, tað er áðrenn tiltakið varð sett í verk, søgdu bara 32 prosent, at tey halda hámarksferðina. Í august svaraðu 46 prosent, at tey halda hámarksferðina. Ráðið fyri Ferðslutrygd og Tryggingarfelagið Føroyar skipaðu fyri átakinum við bilvrakunum. Tað tók støði í filminum Hin dagin, eg hevði skund. Fiskivinnan, sum plagdi at læna nógvar pengar í bankunum, og í krepputíðum hevði við sær, at peningastovnarnir mistu nógvan pening, hevur ikki ofta ørindi í bankanum longur. Uppsjóvarvinnan og alivinnan í Føroyum hava so stór avlop, at flestu íløgurnar kunnu fíggjast innanhýsis í fyritøkunum, ella kann avdrátturin gjaldast eftir stuttari tíð. Húsarhald hava umleið 10 milliardir krónur í innláni í føroysku peningastovnunum, tað eru 20 prosent meira enn fyri trimum árum síðani. Samstundis eru útlánini til hús og íbúðir hækkað umleið fimm prosent, tí serliga húsaprísinir í Havn eru hækkaðir umleið átta prosent. Herfyri søkti Remøy Management eftir 46 fólkum, og hóast freistin at søkja ikki er farin, so hevur fyritøkan fingið meira enn 2.300 umsóknir. Skipið, sum Remøy Management søkir eftir fólki til, er eitt kaðalskip, ið skal sigla út frá Karlskrona í Svøríki, og tí verður manningin sett eftir teimum krøvum, sum eru. Fyri at kunna avgreiða allar umsóknirnar skjótt, hevur Remøy Management stovnað eina nýggja teldusíðu, sum skal viðgera umsóknirnar eftir teimum krøvum, sum verða sett. Í morgin, leygardagin klokkan 10, byrjar landsinnsavningin hjá Reyða Krossi. Gott 400 fólk um alt landið fara við bússum og royna at náa hvørt hús í landinum. Anne Lindhardt er serlækni í psykiatri og forkvinna í danska Psykiatrifonden, greiðir frá hesum í sendingini. Psykiatrifonden vil varpa ljós á sálarligar sjúkur og vil broyta hugsunnarháttin um sálarligar sjúkur úti í samfelagnum. Hon sigur frá etikki og morali í heilsuverkinum. Smæran er bygningurin, har Sjónvarp Føroya húsaðist í nógv ár. Frammanundan var ein partur av bygninginum matvøruhandilin og slaktaríið Smæran, og nú hevur bygningurin fingið sítt upprunaliga navn aftur. Súni Selfoss, formaður, sigur, at Starvsmannafelagið eigur nógvar pengar, og hildið var, at tað var ein góð íløga at keypa bygningin. Avgerðin er tikin, eftir at blaðið, Teknisk Ukeblad, knýtti byggingina av fleiri norskum skipum at trælalíknandi viðurskiftum á Crist skipasmiðjuni í Gdynia. Blaðið skrivar, at ein maður úr Norðurkorea doyði, tá hann var við til at smíða eitt norskt skip í 2014, og at talan í veruleikanum var um trælahald, tí viðurskiftini vóru út av lagi vánalig. Nú fer norska stjórnin at krevja, at fígging ikki verður latin til norsk skip, sum verða bygd í Póllandi, um minstu tekin eru um trælahald. Nú verður kravt, at serligar metingar skulu gerast av skipasmiðjuni, áðrenn fígging verður latin. Kannast skal, um arbeiðsviðurskifti og arbeiðskor eru í lagi, áðrenn fígging verður latin. Tað er norska Eksportkreditt sum fíggjar, og sum nú krevur trygd fyri umstøðunum, tí málið við norðurkoreanska manninum verður mett sum álvarsligt, og kann ikki góðtakast, sigur fíggjarstovnurin. Hann heldur tað ikki vera sanníkt at samráðingarnar byrja, fyrr enn ein nýggj týsk stjórn hevur tikið við, og val verður ikki til týska samveldistingið fyrr enn í september næsta ár, sigur Rumpuy. Byrjast kann altíð við tekniskum samráðingum, men eg vænti ikki at nakrar samráðingar vera um stóru málini, fyrr enn ein nýggj týsk stjórn hevur tikið við. Theresa May, forsætisráðharri, hevur boðað frá, at hon ikki fer at seta grein 50 í Lissabon sáttmálanum í verk fyrr enn næsta ár. Tá tað er gjørt, skal málið avgreiðast í seinasta lagi um tvey ár. Tað sigur forkvinnan í fíggjarnevndini hjá løgtinginum, sum síðsta mánaðin er undirdíkt í tekniskum frágreiðingum um, hví ávíkavist jarðhiti ella fjarhiti er besta loysnin. Landsgrannskoðarin er komin við sínum afturvendandi hjartasuffi um, at alt ov nógv alment virksemi er lagt í virkiseindir, til dømis í partafeløg, so tað stóra og dýra virksemið ikki sæst í landsroknskapi ella fíggjarlóg. Í frágreiðing síni sigur landsgrannskoðarin, at talan sanniliga ikki er um smáputl, sum er ósjónligt í landsroknskapinum. Talan er tvørturímóti um virksemi fyri milliardir av krónum. Feskasta dømi er partafelagið Eystur og Sandoyartunlar, sum skal gera tveir undirsjóvartunlar komandi árini, skrivar landsgrannskoðarin. Flestu almennu reglurnar og fyriskipanirnar galda ikki almennu partafeløgini. Feløgini eru heldur ikki partur av fíggjarlóg ella roknskapum, sum verða løgd fyri Løgtingið. Tí, sigur landsgrannskoðarin, at landsroknskapurin í minni mun avspeglar veruliga virksemið, sum er, og váðar hjá landinum. Harafturat kemur, at hetta virksemið í stóran mun heldur ikki skal fylgja øðrum almennum reglum. Í frágreiðingini stendur, at Fíggjarmálaráðið er samt við Landsgrannskoðanini um vandan, ið kann standast av, at ov nógv virksemi verður lagt í almenn partafeløg uttan fyri fíggjarlóg, har ikki sama gjøgnumskygni, almenn stýring og almennar reglur eru galdandi. Men hetta broytir ikki ta sannroynd, at enn liggur sera nógv og dýrt alment virksemi kortini uttan fyri almennu skipanina uttan gjøgnumskygni, sum annars er galdandi fyri tað almenna. Sambært blaðnum, fer grønlendski markelfiskiskapurin í ár at geva 42,6 miljónir krónur í inntøkum. Tað eru seks miljónir minni, enn væntað. Vórðu øll 85.000 tonsini av makreli fiskað í ár, hevði grønlendski landskassin fingið 117 milliónir krónur í inntøku, skrivar Sermitsiaq. KNR, grønlendska kringvarpið, er kringvarp fyri alla tjóðina, og skal vera fjølbroytt og ikki geva ávísum átrúnaði framíhjárættindi. Við stuðli frá fólki í samkomum og próstum í Grønlandi, sigur biskupurin í brævi til stjóran og nevndarformannin í KNR, at 95 prosent av grønlendska fólkinum er knýtt at kristnu trúnni, og tey hava brúk fyri at byrja dagin við bøn og sálmasangi. Sosu Heinrich, formaður í kirkjuráðnum í Nuuk, sigur við heimasíðuna hjá grønlendska kringvarpinum, at morgunlesturin hevur stóran týdning. Tað er ikki bara teksturin úr bíbliuni, sum tað snýr seg um, men tað er eiisni Faðirvár og vælsignilsið, og tað er góður máti at byrja dagin. Stjórin fyri útvarpspartin í KNR, Masana Egede, sigur, at KNR framvegis fer at viðgera átrúnað, sum eitt hvørt annað tilfar í sendingum Vit hava hugsað okkum væl um. Tað er eisini týdningarmikið, at vit ikki eru flaggberar fyri ávísum trúarbólki, men at vit skulu viðgera átrúnað í øllum sendingum, sigur Masana Egede. Tað fer framvegis at bera til at lesa føroyskt, modernað íslendskt og eskimologi á bachelor og kandidatstigi á lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Í staðin skal fakultetið spara 60 miljónir krónur í millum annað umsitingini. Fólk verða søgd úr starvi, og lesandi fáa færri vallærugreinar. Danski undirvísingarmálaráðharrin, Esben Lunde Larsen, segði fyri einum ári síðani, at stjórnin vil styrkja og menna ríkisfelagsskapin. Hann leggur tó dent á, at tað er ikki hansara avgerð, um føroyskt skal verða tilboð ella ikki, segði Esben Lunde Larsen, undirvísingarmálaráðharri, í svari til fyrispurning frá Sjúrði Skaale, fólkatingslimi. 14. september var hesa vikuna, og enn einaferð fingu vit staðfest, at ein kíli stendur niður gjøgnum føroyska samfelagið. Á politiska vígvøllinum var vikan eisini brúkt til at skifta orð um, kjakast, klandrast og høggast um ætlanina hjá Akseli, Høgna og Pouli um at leggja eina stjórnarskipan fyri føroyska fólkið næsta ár. Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum viðger nú tilmælið um hitaskipanina til Glasir. Ruth Vang, forkvinna, segði við útvarpið í dag, at hon er ikki nøgd við nýggja tilmælið, tí tað er bæði stutt og óneyvt. Nýggja fløgan hjá Guðrið Hansdóttir Painted Fire er tøk, og vit kunnu gleða okkum til útgávukonsert leygarkvøldið 17 september kl 19.30. Við sær á palli er sterkt lið mannað við Benjamin Petersen, Mikael Blak og Per Højgaard Petersen. Gesta tónleikarir verða KATA og Hans Marius Ziska. Eg havi altíð droymt um at spæla stórar konsertir, so tað er veruliga fantastiskt at hita upp fyri Guðrið eg elski hennara tónleik. Nýskipanarnevndin hevur gjørt eina røð av tilmælum. Nevndin mælir millum annaðtil at gera neyvar stovnsmetingar av øllum fiskasløgum undir Føroyum og at uppraðfesta havrannsóknararbeiði og gransking. Men tað, sum flest fólk í fiskivinnuni á sjógvi munnu hava bíðað mest eftir, eru tilmælini um útlutan og har er nýskipanarnevndin varin. Nevndin hevur umrøtt, at ein uppboðssøla av øllum fiskirættindum í senn hevur við sær stórar váðar og ótryggleikar fyri føroysku fiskivinnuna. Tí verður mælt til eina skiftistíð, sum ger, at tað bert er ein avmarkaður partur av samlaðu fiskirættindunum, ið verða boðin út hvørt ár. skrivar nevndin millum annað Nevndin metir, at ein samanseting av av loyvum við ymiskum longdum kann nøkta ymiskar tørvar í vinnuni. Trý ymisk sløg av loyvum eru í hesi skipan 1, 5 og 10 ára loyvir. Hin leisturin byggir á, at øll veiðirættindini skulu seljast fyri í mesta lagi 1 ár í senn. Skotið verður upp, at hvørt ár verða 20 prosent av flestu kvotunum seld á uppboðssølu, og aktørar, ið vóru virknir í vinnuni árið fyri, fáa ein forkeypsrætt til 80 prosent av tí, sum teir fiskaðu árið fyri. Nýskipanarnevndin metir, at ein tílík skipan tryggjar stabilitet fyri verandi loyvishavarar og tryggjar somuleiðis, at nýggir aktørar eisini hava møguleika at sleppa inn á marknaðin. Hoyringarskrivið, sum skal viðgerast á fundum 22. og 23. september, kann lesast á heimasíðuni hjá vágaportalinum. Og útvarpið hevur meira um tilmælini til fiskivinnunýskipanina í tíðindasendingum seinni í dag. Spurningarnir í dag snúgva seg um, hvat mann skal gera, tá íbúðin mann hevur leigað, er full av skrambli, tá maðurin bannar ov illa eftir børnunum, og um hvørt mann skal halda við øllum børnunum í eini kapping. Kristian Thulesen Dahl helt røðu sína á ársfundinum hjá Dansk folkeparti. Liberal Alliance hevur við sínum ófrávíkiliga kravið um at lækka toppskattin við fimm prosentum, skakað grundarlagið undir stjórnini hjá Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharra, sum er ein minnilutastjórn. Kristian Thulesen Dahl, formaður í DF lat ongan iva vera um, at bakkar Liberal Alliance ikki í sínum kravið um skattalættan, ja, so er flokkurin tilreiðar at fara til fólkatingsval. Eingin avtala verður í heyst, har Dansk Folkeparti stuðlar avgjørda kravinum hjá liberal Allianse um at øll, sum rinda toppskatt, skulu fáa fimm prosent í lætta. Tað kemur ikki at henda, segði formaðurin við teir umleið 1300 flokslimirnar á ársfundinum. Formaðurin legði afturat, at um hetta merkir, at LA so vil elva til val í ótíð, ja, so má tað bara vera so. Kristian Thulsen Dahl hevði beint frammanundan rópt til fundarfólkið og spurt um tey eru tilreiðar til fólkatingsval. Ársfundurin svaraði formanninum við einum rungandi JA Hetta skrivar BBC og endurgevur vælvitandi ES keldur. Donald Tusk, formaður í Europeiska ráðnum hevur verið á fundi við Theresu May, og har fekk hann at vita, at Bretland er tilreiðar at fara undir Brexit tingingar í februar. Tvey ára skeið Reglurnar og mannagongirnar fyri, hvussu Bretland skal sleppa burtur úr ES limaskapinum, siga, at talan er um eitt tvey ára tíðarskeið. Formliga kunnu tingingarnar ikki byrja, fyrr enn Bretland ger grein 50 í Lissabon sáttmálanum virkna. Grein 50 er formligi knøtturin, sum trýstast skal á, tá eitt land vil ella skal burtur úr samveldinum. Sera nógvar óvissur eru um framtíðar sambandið millum Bretland og ES. Ikki minst, um Bretland framhaldandi vil vera limur í innanmarknaðinum í Europeiska Samveldinum. Ráðini frá Tjóðbankanum um at strika handverkarafrádráttin, sum ger at handverkarar fara uttanlands at arbeiða sjálvt um nógv arbeiði er í Føroyum, vera beind víðari í skattanevndina, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna Tøl frá útlendingastovuni, sum tó skulu takast við tí fyrivarni, at føroyski myndugleikin einans verður kunnaður av danska útlendingamyndugleikanum, vísa, at á leið 230 útlendingar eru í Føroyum nú og arbeiða, harav er størsti parturin í byggivinnuni. Eisini eru ábendingar um, sigur Útlendingastovan, at stórur partur av teimum 230 útlendingunum er ófaklærdur. Og samstundis sum meira enn 200 útlendingar arbeiða í byggivinnuni í Føroyum, so eru 417 føroyingar uttanlands og arbeiða, meginparturin í byggivinnuni og tað við føroyskum skattafrádrátti. Hetta eru ikki sjómenn ella fólk í frálandavinnuni, men fólk, sum arbeiða á landi, sigur Taks. Hesin føroyski arbeiðshópurin í útisetu hevur rætt til at fáa 120.000 krónur í frádrátti í part. Tilsamans uppgóvu 417 føroyingar í arbeiði á landi uttanlands í fjør 29 milliónir krónur í frádrátti harav var nógv størsti parturin frádráttur til handverkarar, sigur Taks. Normaðurin Kjartan Sekkingstad er í dag leyslatin. Kjartan Sekkingstad hevur verið hildin gísli á Filipsoyggjunum av islamistiska yvirgagnsfelagsskapinum Abu Sayyaf. Kjartan Sekkingstad er enn á Filipsoyggjunum, men Norska uttanríkismálaráðið váttar sambært NRK, at ein avtala er komin í lag við gíslatakararnar, og at Kjartan Sekkingstad ikki longur verður hildin gísli. Abu Sayyaf hevur hildið normannin sum gísla í eitt heilt ár. Fyrstu tíðina vóru tveir kanadiskir menn eisini hildir sum gíslar saman við Kjartan Sekkingstad, men hesir báðir vóru tiknir av døgum av gíslatakarunum í apríl. Abu Sayyaf er ein yvirgangsfelagsskapur, sum stríðist fyri einum islamiskum stati í sunnara partinum av Filipsoyggjunum. Yvirgangsfelagsskapurin hevur brúkt gíslatøkur til at fíggja yvirgangsvirksemi hjá felagsskapinum. Bæði borgarstjórin í New York, Bill de Blasio, og løgregluovastin, James O Neill, søgdu á tíðindafundi stutt eftir, at einki bendir á, at talan er um eina yvirgangsatsókn. Alt bendir á, at spreingingin var ein tilætlað gerð. Einki bendir tó á, at atsóknin hevur samband við yvirgang, segði borgarstjórin á tíðindafundinum. Spreingingin fór fram í einum annars lutfalsliga friðarligum íbúðarøki á Manhattan. 29 fólk fingu skaða, men sambært myndugleikunum í New York er eingin í lívsvanda. Fiskidagaskipanin hevur síðstu 20 árini verið brúkt til at stýra fiskiskapinum eftir botnfiski undir Føroyum, og einaferð varð hon skird at vera heimsins besta skipan. Men meirilutin í nýskipanarnevndini hjá Fiskimálaráðnum metir ikki, at fiskidagaskipanin, saman við øðrum átøkum og reguleringum, hevur megnað at tryggja góða stovnsrøkt og stuðla uppundir lívfrøðiliga burðardyggan fiskiskap. Meirilutin í nýskipanarnevndini metir eisini, at fiskidagaskipanin er ov stirvin til at birta undir tillagingar og effektiviseringa í flotanum og harvið ein búskaparliga burðardyggan fiskiskap. Nevndin ásannar, at ein vansi við eini kvotuskipan kann vera, at fiskur verður blakaður út, ella verður landaður undir følskum heiti fyri at halda eina ásetta kvotu. Vandi fyri, at bert tann veiða, sum gevur besta avreiðingarprísin, verður tikin til lands, ásannar nýskipanarnevndin. Kortini metir meirilutin, at hetta eru vansar, sum til ber at basa við ásetingum av ymsum slag. Eitt nú við at áseta, at øll veiða skal førast til lands. Líka síðani fiskidagaskipanin kom í gildi hevur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hvørt ár á ólavsøku borið eitt lógaruppskot um ásetingar av fiskidøgum í Løgtingið, sum síðani hevur ásett fiskidagarnar fyri komandi fiskiár. Tað skal eisini broytast, heldur meirilutin í nýskipanarnevndini. Í staðin skal landsstýrismaðurin einsamællur fáa lógarheimild til at áseta eina hámarksveiðu í fiskiskapinum eftir botnfiski í føroyskum sjógvi. Nýskipanarnevndin hevur fingið sum politiskan setning at arbeiða eftir, at alt fiskiríkidømið skal seljast um uppboðssølu. Søgulig rættindi skulu ikki longur vera galdandi. Í hoyringsskrivinum, sum er sent undan fundum í næstu viku, verður einki sagt um, hvussu stórur meirilutin í nýskipanarnevndini er, ella hvør umboðar meirilutan. Á Toftum tekur botnliðið B68 ímóti ÍF, sum er á 6.plássi. Og á Argjum tekur AB ímóti Skála. Dysturin kann gerast avgerandi fyri, hvat av liðunum varðveitir plássið í fremstu deildini. Liðini liggja hvør sínu megin niðurflytingarstrikuna heimaliðið hevur 12 stig og gestirnir hava 17 stig. Allir dystirnir byrja klokkan trý, uttan dysturin á Argjum, sum byrjar klokkan 17 15. Til ber at fylgja við í sendingini Bólturin í útvarpinum seinnapartin. Borgarstjórin í Havn hevur verið fyri atfinningum, tí hann ikki vil lata varaborgarstjóran taka yvir, meðan hann sjálvur er burturstaddur á ST aðalfundi í tríggjar vikur, umboðandi Løgtingið. Borgarstjórin vísir á, at varaborgarstjórin, sum er valdur fyri 4 ár, hevur valt at fara úr samgonguni, og tí er hann ikki virkandi borgarstjóri, hóast hann framvegis hevur tað heitið. Tá eg sigi ikki virkandi, er tað tí, at hann ikki umboðar politikkin hjá meirilutanum í býráðnum, og hevur heldur ikki samtykt nakra fíggjarætlan fyri Tórshavnar býráð, og kann sostatt ikki umboða okkum úteftir, sigur Heðin Mortensen við Norðlýsið. Hóast ummælararnir funnust at filminum Fifty Shades of Grey, setti hann biografmet um allan heimin. Á næsta Valentine s day verða biografarnir óivað stúgvandi fullir, tá filmurin Fifty Shades Darker verður frumsýndur. Fifty Shades tríverkið er týtt til 51 mál og er selt í fleiri enn 100 milliónum eintøkum. Við hesum er E.L. James ein av bæði skjótast og bestseljandi rithøvundunum nakrantíð. Í hoyringsskrivinum, sum er skrivað til fundir við politiska og vinnuliga fylgibólkin, mælir nýskipanarnevndin frá, at tað skal vera reiðarin, sum einsamallur rindar fyri keypta kvotu. Í kunngerðini um royndaruppboðssølu samtykti Løgtingið annars, at manningar skuldu ikki rinda part, tá kvotur verða keyptar á uppboði. Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur hildið tað vera best, tí tá kvota er seld millum skip, hava manningarnar einki fingið burturúr. Men reiðarar hava ikki funnið seg ikki í at skula gjalda alla rokningina fyri uppboðssøluna. Føroya Reiðarafelag hevur eisini stevnt landsstýrinum eftir endurgjaldi fyri mistar inntøkur. Tað hevur felagið gjørt, tí landsstýrið í lógini um royndaruppboðssøluna, hevur slept manningunum undan at verða við til at gjalda fyri keyptu kvoturnar. Í hoyringsskrivinum mælir nýskipanarnevndin eisini frá, at landsstýrið lóggevur soleiðis, at manningar sleppa undan at rinda partar av uppboðssølugjaldinum. Tað eigur at vera upp til vinnu og starvsfólk at gera av ígjøgnum arbeiðsmarknaðarsamráðingar, heldur nýskipanarnevndin hjá Fiskimálaráðnum. Sjónvarpsstøðin ABC News endurgevur ikki navngivnar keldur, og FBI hevur ikki váttað upplýsingarnar. CNN sjónvarpsstøðin sigur, at løgreglan hevur steðgað fimm persónum og tikið teir við á løgreglustøðina Sjónvarpsstøðin sigur tó einki um, at teir eru handtinir. 29 fólk fingu løstir, tá ein bumba brast í Chelsea býarpartinum í Manhattan leygarkvøldið. Øll fólkini vórðu útskrivað av sjúkrahúsinum í gjár, skrivar NTB tíðindastovan. Ein onnur bumba varð seinni funnin skamt frá hinari bumbuni, men hendan var ikki brostin. Guvernørurin í New York, Andrew Cuomo, segði sunnudagin, at talan er um yvirgang, men at enn vóru eingi tekin um, at altjóða yvirgangsbólkar skipaðu fyri atsóknini. New York Times skrivar, at bumburnar vórðu gjørdar úr trýstkókarum, sum var fullur av splintum. Harumframt var ein fartelefon og jólaljós partur av bumbuskipanini. Blaðið samanber bumburnar við tær, sum brustu, tá marathon var í Boston í 2013. Tær vóru eisini gjørdar úr trýstkókara, sum var fullur av splintum, millum annað seymum. Tá lótu trý fólk lív og 144 fólk fingu løstir. Greinin heldur fram niðanfyri. Meðan Obama og Clinton hava havt valdið í USA, hava fleiri álop verið enn vit hava upplivað sigrar á fremmandari jørð, skrivar forsetavalevnið, Donald Trump, á Twitter. Nú má vend koma í, skrivar Trump. Hann sigur, at álopið leygardagin er prógv um, at trygdarpolitikkurin hjá demokratunum ikki riggar. Á Twitter vísir hann teimum, sum hava fingið løstir, samkenslu, og so langar hann til Politikkurin hjá Clinton fer ikki at gera okkum trygg. Eg skal syrgja fyri, at USA verður trygt aftur , skrivar Donald Trump á Twitter. Jenis av Rana fer mikudagin at seta løgmanni munnligan fyrispurning um serfrøðingastarvið, sum Anni á Hædd brádliga fekk á Umhvørvisstovuni herfyri. Hann heldur tað vera margháttligt, at fyrrverandi deildarleiðarin í Innlendismálaráðnum er sett í nýtt serfrøðingastarv í sama ráði, enntá við fíggjarligum sersømdum, tí aðalstjórin ikki hevði álit á henni. Tað er ikki komið fram, hvat starv talan er um, heldur ikki nær og hvar hetta almenna starvið varð lýst leyst at søkja og hvussu starvslýsingin ljóðaði, sigur Jenis av Rana. Jenis av Rana undrast eisini á, hví hesin Anni á Hædd varð sett í starvið framum onnur. Munnligir fyrispurningar verða í Løgtinginum mikudagin. Familjan setti seg í samband við clairvoyant, Janus í Dali. Hann kundi siga Jónu, at tað var ein eldri dama, sum vildi siga Jónu, at hon skuldi fanga sína kreativu leið, og gera nakað við tað. Tað, sum tey síðan eru komin fram til er, at tað má hava verið langomma Jónu. Langomman hevði altíð sovið í sama kamari, og hon doyði út haðani. Tað vísa metingar frá valstøðunum. Tað hevur fingið høgruhond hjá Putin, Dmitrij Medvedev, at skýra flokkin sigurharra á valinum. Tað sigur hann í talu til limirnar í flokkinum. Hann væntar, at Sameint Russland fer at fáa avgjørdan meiriluta í tjóðartinginum. Tað er ikki óvæntað, at Sameint Russland fer at gerast størsti flokkur. Á seinasta tjóðartingsvali fyri fimm árum síðani fekk flokkurin 49 prosent av atkvøðunum. Boðað verður tó frá lakari vallutøku sunnudagin. Vladimir Putin fegnast um úrslitið. Hann segði í talu í gjárkvøldið, at veljarin hevur valt Sameint Russland, hóast tíðirnar eru trupular. Støðan er ikki løtt, og tað merkir fólkið. Tey ynskja og vóna, at politiska støðan verður stabil aftur, segði Putin. Næststørsti flokkur, sambært metingum á valstøðunum, verður Liberaldemokratiski flokkurin. Ein nationalistiskur flokkur, sum fer at fáa um 15,3 prosent av atkvøðunum. Hinvegin fáa fleiri flokkar, sum eru í andstøðu móti Vladimir Putin, ikki nóg mikið av atkvøðum til at tryggja sær sess í tjóðartinginum. Sperrimarkið er fimm prosent. Valnevndin hevur góðkent valið, samstundis sum sjónbandaupptøkur frá valhølum, har valsvik verður framt, eru at síggja á netinum. Valnevndin viðgongur, at alt hevur ikki gingið eftir bókini. Valið er ikki heilt sterilt, sigur forkvinnan fyri valnevndini, Ella Pamfilova, men hon sær onga orsøk til at ógilda úrslitið. Løgreglan í New York er í løtuni, saman við samveldisløgregluni, FBI, í ferð við at kanna, hvør hevur ábyrgdina fyri eini bumbuspreinging í Manhattan um vikuskiftið. Trygdin í býnum er nú eisini herd. Tað upplýsti borgarstjórin í New York, Bill de Blasio, á einum tíðindafundi sunnukvøldið lokala tíð, skrivar tíðindastovan Ritzau. Vit vita framvegis ikki, hvør orsøkin til spreingingina var, og um tað var p olitiskt ella persónligt, segði borgarstjórin á tíðindafundinum sunnukvøldið. Fólk í New York kunnu kenna seg vís í, at løgreglan nokk skal fáa greiðu á, hvør hevur ábyrgdina fyri spreingingini, segði James O Neill, løgreglukommiserur á fundinum. Vápnað løgregla heldur nú vakt við ymisk støð í býnum, har nógv fólk dagliga ferðast, upplýsti løgregluovastin í býnum, Carlos Gomez. Trygdin er eitt nú herd í undirgrundarbreytini, við bussstøðir og í floghavnum í New York eftir bumbuspreingina leygarkvøldið, tá 29 fólk vórðu særd. Arbeiðssetningurin hjá Nýskipanarnevndini er alt ov smalur. Nevndin sleppur bara at viðgera loysnir, har øll fiskirættindi verða seld um uppboðssølu. Tað sigur Herálvur Joensen, limur í nýskipanarbólkinum hjá Fiskimálaráðnum, sum heldur at smali arbeiðssetningurin forðar fyri breiðum semjum í Løgtinginum. Tað prutlar undir lokinum í nevndini, sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur sett at gera álit um eina nýskipan av føroysku fiskivinnuni. Ein atfinning inni í Nýskipanarnevndini er, at sjálvur arbeiðssetningurin er ov smalur. Undir yvirskriftini frá politiskari útluting av fiskirættindum til marknaðargrundaða skipan hevur nýskipanarnevndin fingið sum arbeiðsstning at viðgera og gera uppskot til skipan, ið er marknaðargrundað, har tað almenna bjóðar fiskirættindi fram sum brúksloyvi fyri ávísa tíð. Uppskotini kunnu vera uppboðssøla av fiskirættindum frá tí almenna til privatar ella aðrar møguligar útbjóðingarskipanir frá tí almenna til privat. Fyri summarfrítíðina var nýskipanarnevndin á fundi við landsstýrismannin í fiskivinnumálum. Arbeiðssetningurin bleiv nágreinaður, landsstýrismaðurin gjørdi greitt, at øll fiskirættindi skulu seljast um uppboðssølu. Síðani hevur nevndin burturav arbeitt við tí fortreyt, at øll fiskirættindi skulu seljast um uppboðssølu. Í hoyringsskrivinum, sum Nýskipanarnevndin hevur sent politiska og vinnuliga fylgibólkinum, gevur nevndin til kennar, at hon er ivasom um hendan leistin. Nevndin skrivar millum annað, at ein uppboðssøla av øllum fiskirættingdum í senn hevur við sær stórar váðar og ótryggleikar fyri føroysku fiskivinnuna. Nýskipanarnevndin sigur seg ikki vita um nakað land, sum lutar øll síni fiskirættindi út á uppboðssølu, og tí er trupult hjá nevndini at meta um avleiðingarnar av at verkseta eina slíka skipan. Í triðja lagi er Nýskipanarnevndin í iva um, hvussu væl ein uppboðssøla kann tryggja, at aðalendamálini í arbeiðssetninginum kunnu røkkast. Herálvur Joensen, limur í nýskipanarnevndini, eftirlýsir í dag møguleikan hjá nevndini at arbeiða víðari við øðrum loysnum, heldur enn at selja alt um uppboðssølu. Herálvur Joensen, sum eisini er stjóri í Reiðarafelagnum, váttar, at nevndin fekk ikki loyvi at arbeiða víðari við øðrum loysnum enn uppboðssøluni. Landsstýrismaðurin segði nei. Tað harmast Herálvur Joensen um. Eg haldi at nevndin átti at sloppið at arbeitt víðari við øðrum modellum enn at alt skal seljast um uppboðssølu, sigur Herálvur Joensen, sum er í Nýskipanarnevndini. Tað hevði givið nevndini møguleika at komið við einum meira realpolitiskum uppleggi , sum hevði verið betri skikkað til at skapa eina breiða politiska undirtøku, sigur Herálvur Joensen. Í hoyringsskrivinum frá Nýskipanarevndini eru nevndir tvinnir leistir fyri, hvussu fiskirættindini kunnu seljast á uppboðssølu. Annar leisturin er at selja øll rættindi fyri í mesta lagi eitt ár í senn. Hin leisturin er ein kombinatión av stutttíðar og langtíðarloyvum upp á fimm til 10 ár. Spurdur, hvønn av hesum leistum hann tekur undir við, svarar Herálvur Joensen stutt Pensionistar fáa 125 krónur meira útgoldið um mánaðin á nýggjárinum, ið svarar til 2,94 prosent, hevur stýrið fyri eftirlønargrunnin avgjørt. Í 2015 vórðu umleið 265 milliónir krónur útgoldnar í eftirlønum úr grunninum. Í 2016 verða til samans umleið 360 milliónir krónur útgoldnar. Fólk í Fuglafirði skulu hava møguleika at velja okkurt annað á býráðsvalinum í november. Tí hava tvær kvinnur í næstan eitt ár roynt at savna fólk á ein lista, sum skal vera ópolitiskur. Flokspolitikkur hoyrir ikki heima í kommunupolitikki, og kvinnurnar eru alt ov illa umboðaðar í kommunalpolitikkinum í Fuglafirði. Tað fekk tvær kvinnur at seta seg saman fyri umleið einum ári síðani, at umrøða støðuna, og úrslitið var, at tær gjørdu av at skipa ein lista til býráðsvalið í november. Listin skal vera ópolitiskur, og so nógvar kvinnur sum gjørligt skulu fáast at stilla upp, sigur onnur av stigtakarunum, Steintóra Nesá. Best er, um tey sum ætla sær á listan, ikki hava verið uppi í kommunalpolitikki fyrr. Tað halda stigtakararnir vera forkunnugt fyri fólkið. Steintóra Nesá vil ikki gera samrøðu um ætlanina enn, tí arbeitt verður framvegis við at fáa fólk á listan, og at gera eina valskrá, sum flokkurin ætlar at leggja fram. Flokkurin fer at leggja eina valskrá fram, tí fólk í Fuglafirði skulu hava eina áhugaverda og sakliga skrá at taka støðu til, sigur hon. Arbeitt verður dúgliga uppundir kommunuvalið í Fuglafirði. Listi A og B, sum hava meirilutan í Fuglafjarðar býráð, fara at leggja saman til ein lista. Listi D, sum sitandi borgarstjórin, Sonni á Horni, varð valdur á, stillar eisini upp. Órógv kom í býráðsarbeiðið í Fuglafirði í valskeiðnum, og tí situr borgarstjórin í minniluta. Og so fer nýggi listin at stilla upp, so fólk í Fuglafirði fara at hava minst tríggjar listar at velja ímillum á kommunuvalinum í november. Í løtuni er bara ein kvinna í býráðnum í Fuglafirði, og tað er Sigga Óladóttir Joensen, hinir átta býráðslimirnir eru menn. Freistin at lata listar inn til kommunuvalið er 18. oktober. Bókin eitur Klandursvættini. Útvarpsleikurin um Samson og Roberto er í tíggju pørtum. Elin á Rógvi sigur frá og leggur til rættis. Jón Svein Heinesen er tøkningur. Ingvar Arnbjørnsen skrivaði, og Alexandur Kristiansen týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2005. Høvdini verða løgd í blot, tí Samson og Roberto skulu finna útav, hvussu ein 14 kilo tungur toskur kann búgva á pensjonati. Men tann trupulleiki er ikki til, sum allahandaoturin Oda ikki kann loysa. Frøkun Krilluberg er hjá teimum enn, og hon er framvegis líka gronut, og tað er heldur ikki sørt, at Greta verður forelskað. Leikarar eru Súsanna Tórgarð, Hjálmar Dam, Beinta Clothier, Finnur Koba, Heidi Lava Elgarsdóttir, Gutti Winther, Kenneth Jørgensen og Elin Michelsen. Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkakvinna, ið er parlamentariska grundarlagið undir landsstýrissamgonguni, heldur fast um, at eitt óheft eftirlit eigur at verða gjørt av Glasi í Marknagili í Havn. Hon sigur í almennum skrivi, at tað er ikki góður siður hjá politikarum at leggja seg út í teknisk viðurskifti ella at stýra í smálutum. Men tá ið tað er so nógv órógv, óvissa og ósemja, sum tað tykist vera á Glasi, er tað beinleiðis óforsvarligt, um politiski myndugleikin ikki tryggjar sær, at viðurskiftini eru í lagi. Neyðugt er at fáa eitt eftirlit at kanna, hvar verkætlanin er í løtuni, hvussu dygdin er av ti, sum er bygt, hvussu tíðarætlanin og kostnaðarætlanin eru, og um bygningurin lýkur tey krøv, sum hann skal, sigur Sonja Jógvansdóttir. Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, sum varðar av Landsverki, hevur sagt, at fyritøkan Syn og Skøn longu ger eftirlit á Glasi. Sonja Jógvansdóttir heldur, at tað er ikki Henrik Old, sum hevur ábyrgdina av Glasi, men Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum. Og tað er eisini hon, sum noyðist í Løgtingið við umbøn um eykajáttan, verður tað neyðugt. Vil landsstýriskvinnan í mentamálum ikki fáa eftirlitið gjørt, sum eisini skal meta um kostnað og tíðarætlan saman við Landsverki, má tað vera tí, at hon kann veita vissu fyri, at byggingin er nøktandi, og at bæði tíðar og kostnaðarætlan halda, sigur Sonja Jógvansdóttir. Fuglabjørgini norðanfyri Viðareiði eru millum tey ríkastu í landinum, og fyrr vóru bjørgini og tað sum tey góvu ein týðandi partur av lívinum á Viðareiði. Har hava verið nógvir góðir bjargamenn. Ein, ið telist millum teir allar djarvastu og bestu, er 93 ára gamli viðoyingurin Michael Kyrjarheyg, vanliga nevndur Kal. Hann hevur búð í Klaksvík í mong ár og býr nú í Sambýlinum á Heygnum. Tórður Mikkelsen hevur hitt Kal, sum sigur frá ymsum hendingum í bjørgunum á Viðareiði. Sostatt er henda fyrsta sendingin Við Tórði á túri á hesum sinni eitt sindur øðrvísi. Hans Andrias hevur hugsað útgávuna sum eina lp við eini a og b síðu. A síðan er rokkut, og b síðan er meiri aukustisk. Vision verður givin út bæði sum fløga og lp. Níggju sangir eru á Vision, og teir eru allir á enskum. Hans Andrias ætlar sær út um landoddarnar við henni. Í løtuni verður arbeitt við konsertferð í Danmark og aðrastaðni. Móttøkur verða fríggjadagin, tá Vision kemur út. Fyrst í Tutl í Havn klokkan 15 og síðani í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík klokkan 20. Í Skáanum hesaferð greiðir Sigrun Samuelsen, sálarfrøðingur, okkum nærri frá, tí ið hendir einum menniskja, sum verður tráfylgt, og hon fer eisini at greiða frá tí, sum hendir í høvdinum hjá einum stalkara. Vit tosa við Jens Jensen, politist á kriminaldeildini, og frætta millum annað hvørjar heimildir løgreglan hevur, tá tilburðir um tráfylging verða meldaðir. Og so fara vit at hyggja nærri eftir nýggja lógaruppskotinum um Tilhald, Uppihaldsforboð og Burturvísing eisini nevnd Tilhaldslógin saman við Jógvan Elias Winther Poulsen, advokatið hjá Sókn. At enda fer Elin Michelsen at geva okkum nøkur góða ráð um, hvussu vit tryggja okkum sjálvi og okkara børn á besta hátt á netinum. Fløskuhálsurin í byggivinnuni ger, at skattgjaldarin rindar ov nógv í skatti fyri almennu byggjaríini, og at privati borgarin eisini rindar ov nógv fyri fermetraprísin, sigur Kári Petersen. Ráðini eru, at tað almenna heldur aftur og útsetur nakrar av almennu íløgunum, segði Kári Petersen, búskaparfrøðingur í Degi og viku mánakvøldið. Somu ráðini komu herfyri frá danska Tjóðbankanum, sum mælti til, at stóru íløgurnar í infrakervið í Føroyum tað eru tunnilsverkætlanirnar verða útsettar nakað. Bara 37 tímar áðrenn, at vikulanga vápnahvíldin í Sýria skuldi leingjast, raktu bumbur frá donskum F 16 flogførum støður hjá sýriska stjórnarherinum. Eini 90 hermenn vórðu dripnir og meira enn 100 særdir, sambært felagsskapinum Syrian Observatory for Human Rights, sum heldur til í London. Álopið varð framt av donskum og australskum jagaraflogførum og einari bretskari dronu, og álopið var eftir øllum at døma eitt mistak, skrivar BBC og danskir miðlar. Álopið varð beinanvegin gjørt til høvuðsorsøkin til, at sýriska stjórnin ikki vildi leingja vápnahvíldina, tá hon fór úr gildi sunnukvøldið. Russland og USA, sum í felag tóku stig til vápnahvíldina, leggja nú hvør eftir øðrum, og Russland leggur samgonguna, har Danmark eisini er partur, undir at stuðla IS. Russland staðfestir beinleiðis, at álopið ikki var eitt mistak. Tað er sera illgrunavert, at USA valdi at fremja hetta serstaka álopið júst tá. Tað var ikki nøkur tilvild, hevur russiski ST sendiharrin, Vitlay Churkin sagt, sambært Berlingske Tidende. Og í einum russiskum tíðindaskrivi kunngjørdi verjumálaráðið í Moskva, at tað gevur onga meining at halda vápnahvíldina, tá USA ikki ger tað. Amerikanski uttanríkisráðharrin, John Kerry hevur biðið um umbering vegna hernaðarsamgonguna, men segði samstundis, at í núverandi støðu ber ikki til at gera eina felags amerikanska russiska kommandostøð, sum ætlanin annars var. Jennifer Cafarella, greinari á krígsgranskingarstovninum í Washington sigur, sambært Berlingske Tidende, at russisku skuldsetingarnar eru greitt tekin um, at Russland í roynd og veru ikki vil hava vápnahvíld. Russland brúkar hendingina til at skuldseta USA fyri at bróta avtaluna, hóast Russland og sýriska stjórnin fleiri ferðir sjálv hava brotið vápnahvíldina. Tað er geitt tekin um, at Russland ikki meinar avtaluna í álvara, sigur hon við USA Today. Sambært avtaluni, sum kom í gildi 12. september, skuldu USA og Russland stovna eina felags kommandostøð í stríðnum móti Islamskum Stati, tá vápnahvíld hevði verið í eina viku. Avtalan loyvdi pørtunum at bumba bæði IS og Jabhat Fath al Sham, sum fyrr kallaði seg Jabhat al Nusra. Til leygardag fyrrapart var vápnahvíldin brotin fleiri ferðir av sýriska stjórnarherinum og andstøðuni í sýria. Eisini noktaði stjórnin hjá Bashar al Assad forseta turkiskum neyðhjálparfylgjum at sleppa til Aleppo við hjálp. Síðani donsku bumburnar er sýriska stýrið aftur farið í hernað móti uppreistrardeildum í Aleppo. Hetta er fyrstu ferð, at amerikanskur snípustelkur er skrásettur í Føroyum, sigur Silas Olofson. Hann heldur, at fuglurin er komin til Føroya við nógva vindinum í seinastuni. Triðingurin av tjøldunum og bústøðunum eru farin upp í royk, upplýsir BBC. Eingi hevur fingið skaða. Fleiri fjølmiðlar hava víst myndir av meturhøgum eldslogum. Løgreglan kannar, um eldurin á ásettur. Sambært ST flóttafólkastovni eru í løtuni 5.600 flóttafólka á Lesbos. Men oyggin hevur bara umstøður til at hava 3.600, skrivar BBC. Greinin heldur fram niðanfyri. Samanbrestir vóru í flóttafólkaleguni mánakvøldið, sigur grikska tíðindastovan, ANA. Ófriðurin er helst íkomin, tí tíðindi vóru farin at ganga um, at meginparturin av íbúgvunum í leguni skuldu flytast til Turkaland. Fleiri av migrantunum, sum eru á griksku oynni, Lesbos, stúra fyri at verða flutt til Turkalands, upplýsir korrespondenturin hjá BBC. Sanne Storm, granskari, starvast saman við psykiatriska deplinum á Aalborg sjúkrahúsi, har tey eru við at menna eina app, sum við tveimum hátalarum í einum kodda skulu hjálpa fólki at fáa normalan hvílipuls. Hesin tónleikur kann eisini brúkast í sjúkrabilunum, tá sjúklingar vera koyrdir á sjúkrahús. Tónleikurin fær fólk at taka tað róligt, so tey frá hvíld. Bill Justinussen, løgtingslimur fyri Miðflokkin, spyr Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, hví landsstýriskvinnan ikki lurtaði eftir tilmælinum frá Býarskipanarnevnd Landsins um stóru havnaútbyggingina hjá Tórshavnar kommunu. Býarskipanarnevnd Landsins, sum er fakmyndugleikin og serfrøðin á økinum, mælti frá við teirri grundgeving, at havnin hevði ligið betri aðrastaðni í kommununi, helst burtur frá bygdum øki, sigur Bill Justinussen. Har eru, har ferðsluviðurskiftini eru betri, og har tað slepst undan ampa av ferðslu, óljóði og øðrum. Tað undrar mong, at landsstýriskvinnan ikki fylgir tilmælinum frá Býarskipanarnevndini, sigur Bill Justinussen. Havandi veiku samgonguna í huga, har millum annað borgarstjórin í Tórshavnar kommunu er 17. maður, er skjótt at hugsa, at landsstýriskvinnan hevur vrakað óheftu serfrøðina og tikið politiska avgerð fyri at tryggja støðufesti í samgonguni. Útlendsku gistingarnar í Íslandi vóru í fjør 31 ferðir so nógvar sum í Føroyum, og vit í Føroyum hava ikki fyri neyðini at stúra um at missa tamarhald á støðuni við ov nógvum ferðafólki, sigur Ferðavinnufelagið í skrivi til fjølmiðlar. Felagið sigur, at hóast gistingarhúsini eru full um summarið, so er stórur tørvur á at fáa toygt há árstíðina, so ferðafólk eisini velja at koma til Føroyar seinni á árinum. Hoyr samrøðuna við Árna Olsen, næstformann í Ferðavinnufelagnum. Verandi alilóggáva er nóg góð, og er neyðugt við smávegis tillagingum, so ber til at gera tað. Men neyðugt er ikki við eini nýggjari alilóggávu, sum Poul Michelsen, landsstýrismaður hevur ætlanir um. Tað skrivar Magnus Rasmussen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, eftir at hann hevur lisið um ætlaninar hjá landsstýrismanninum. So stórar broytingar sum landsstýrið ætlar at gera í alivinnuni, kunnu geva bakkast, sigur Magnus Rasmussen. Høvdu tey biðið meg tikið eitt skeið afturat, so hevði eg gjørt tað. Tað sigur Leif Abrahamsen, sum seinastu 25 árini hevur sitið sum formaður í Føroyagrunninum, men sum ikki varð biðin aftur, nú landsstýrið valdi annað fólk at røkja nevndarsessin. Men Leif Abrahamsen, sum eisini hevur sitið í 25 ár sum stjóri á Gjaldstovuni, kennir seg kortini ikki vrakaðan. Bæði ST og Reyði Krossur hava steðgað allari neyðhjálp til Sýria alt fyri eitt. Henda støða er tikin, eftir at lopið var á eitt bilafylgi við neyðhjálp, sum var á veg til Aleppo í Sýria. Sambært ST vóru 18 av 31 lastbilum raktir, og fyrstu tíðindini søgdu, at álopið hevði kravt 12 mannalív. Nú sigur Reyði Krossur, at felagsskapurin kann vátta, at eitt sýriskt starvsfólk hevur latið lív. Greinin heldur fram niðanfyri. Nógv bendir tí á, at álopið hevur kravt færri mannalív enn hildið. Álopið á ST neyðhjálparfylgið setur spurnatekin við, um Russland hevur vilja til at bjarga vápnahvíldini í Sýria. Tað siga amerikanskir myndugleikar. Sama um tað var eitt stríðsflogfar úr Sýria ella Russlandi, sum leyp á, eigur Russland at átaka sær skyldina, sigur ein talsmaður fyri amerikanska uttanríkisráðið. Um vikuskiftið bað USA um umbering fyri, at hernaðarsamgongan, sum USA stendur á odda fyri, av misgáum bumbaði eitt sýriskt hernaðarmál. Fleiri enn 60 sýriskir hermenn lótu lív. Men tað kann ikki rættvísgera álopið á eitt neyðhjálparfylgi. Amerikanski uttanríkisráðharrin, John Kerry, fer at hitta russiska starvsbróður sín, Sergej Lavrov, í dag. Teir 23 uttanríkisráðharrarnir í altjóða stuðulsbólkinum til frama fyri Sýria viðgera støðuna í Sýria í dag. Tað, sum er farið av árinum, eru 300.000 flóttafólk og tilflytarar komin um Miðjarðarhavið. Fyrstu níggju mánaðirnar í fjør var talið 520.000. Til samans eru umleið ein millión flóttafólk og tilflytarar komin til Evropa. Nógv er komin úr krígsherjaða Sýria. Hóast nógv færri eru komin til Evropa í ár, eru nógv fleiri deyð í ár í royndini at sleppa til Evropa. Higartil er 3211 flóttafólk og tilflytarar druknað í Miðjarðarhavinum. Nógv flestu tilflytararnir koma til Grikkalands og Italia. 130.400 fólk eru komin til Italia í ár. Í vár varð gjørd avtala millum ES og Turkaland um at senda flóttafólk og tilflytarar, sum er komnir til griksku oyggjarnar, aftur til Turkalands. Skal Fróðskaparsetrið flyta inn í tóma Sjóvinnuhúsið á Vestaru Bryggju í Havn. Tann spurningin viðgera Tórshavnar Kommuna og Mentamálaráðið í løtuni. Tað vátta Sjúrður Olsen, formaður í Vinnunevndini hjá Tórshavnar kommunu og Rigmor Dam, Landsstýriskvinna í Mentamálum. Partarnir eru tó ósamdir um, hvussu langt man er komin á leið við samráðingunum. Sambært Sjúrða Olsen flytur Fróðskaparsetrið inn við skúlabyrjan 2017, um alt gongur eftir ætlan. Men hvørki Rigmor Dam ella Poul Geert, aðalstjóri í Mentamálaráðnum, siga seg kenna nakað til tað. Vit hava verið í samráðingum, men enn er eftir at taka støðu til, um bygningurin er hóskandi, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum. Fróðskaparsetur Føroya fer væntandi at flyta oman í Sjóvinnuhúsið á Vestaru Bryggju í Havn. Tað sigur Sjúrður Olsen, formaður fyri Vinnunevndina í Tórshavnar Kommunu. Tað er áhugi fyri bygninginum frá tveimum pørtum. Annar møguleiki er at flyta Setrið oman í bygningin og hin møguleikin er at bygningurin skal húsa eini Heilsumiðstøð. Gomlu Saltsøluna umvældi Tórshavnar Kommuna fyri 100 milliónir krónur tí ein miðdepil fyri maritimt virksemi í Føroyum skuldi gerast, men tá tað kom saman um eydnaðist ikki at fáa maritimt virksemi inn í bygningin. Tí hevur verið leitað eftir øðrum keyparum ella leigarum, og tað hevur gingið striltið. Men í løtuni tekur Vinnunevndin í Tórshavnar kommunu altso støðu til um bygningurin skal húsa eini Heilsumiðstøð ella Fróðskaparsetrinum. Sjúrður Olsen er ikki vælnøgdur við, at tað ikki eydnaðist at fáa vinnuna at húsast í bygninginum. Men hann sigur, at hetta er ein fín plan B. Formaðurin í Vinnunevndini sigur tó, at freistin fyri at finna eina loysn er ikki fyrrenn 1. oktober, og enn verða aðrir møguleikar eisini viðgjørdir. Fróðskaparsetur Føroya fer at flyta inn í Sjóvinnuhúsið við skúlabyrjan 2017, gongur tað eftir ætlan. Rektarin á Fróðskaparsetri Føroya, Sigurð í Jákupsstovu, vil ikki gera viðmerkingar áðrenn avgerðin er tikin. Samgongan, sum skipaði landsstýri fyri einum ári síðani, setti eina nevnd at koma við tilmælum, og tey eru nú farin til hoyringar. Kjakið tekur støði í arbeiðssetninginum hjá nevndini, sum sigur, at farast skal frá privatari sølu av loyvum og fiskirættindum, og at farast skal frá politiskari útluting av fiskirættindum til eina marknaðargrundaða skipan. Endamálið er, at tilfeingisrentan gerst so optimal sum gjørligt, og at størst møguligur partur av tilfeingisrentuni fellur til landið, stendur í arbeiðssetninginum. Gestir í kjakinum eftir Dag og Viku eru búskaparfrøðingarnir Johnny í Grótinum, formaður í nevndini, og Jóannes Jacobsen, sum í fleiri ár hevur verið talsmaður fyri, at landið fær tilfeingisrentu fyri loyvini at fiska. Forlagið Sprotin gav út bókina í 2015, Edward Fuglø hevur gjørt kápumyndina til føroysku útgávuna. Sonja Kjølbro hevur staðið fyri umbótingini. Fær EIK ein skattafrádrátt fyri 90 milliónir krónur Er niðurstøðan tann sama, at EIK hevði rætt til skattafrádráttin Um ikki, hevði TAKS so ábyrgd av, at niðurstøðan á sumri í 2015 var skeiv Heldur TAKS, at kunningin frá EIK um skattamálið var ófullfíggjað Spurningarnir eru nógvir í størsta skattamálinum í Føroyum nakrantíð. Men TAKS ætlar sær ikki at svara spurningunum. Tá TAKS hevur tikið avgerð í málinum, fer TAKS ikki at siga almenninginum, hvør niðurstøðan er. TAKS hevur havt skattamálið til viðgerðar av nýggjum í 232 dagar. Tað var Jørn Astrup Hansen, sum reisti málið um skattafrádráttin í fjølmiðlunum í februar. TAKS hevði tá játtað bankanum 90 milliónir krónur í skattafrádrátti. Tað helt Jørn Astrup Hansen vera skeivt tað var ikki grundarlag fyri at drena føroyska landskassan fyri 90 milliónir krónur, segði hann tá. Orsøkin til, at skattafrádrátturin var játtaður, var, sambært Astrup, at EIK hevði ikki latið TAKS allar upplýsingarnar í málinum. Eik svaraði beinanvegin, at bankin hevði roynt at upplýst føroysku skattamyndugleikarnar til fulnar, og at bankin hevði onga ábyrgd av, um niðurstøðan hjá TAKS var skeiv. Fjølmiðlarnir fóru síðan at grava í málinum og tá komu eina rúgva av upplýsingum og sjónarmiðum undan kavi. Millum annað, at kunningin hjá EIK til TAKS var ófullfíggjað. Alt hetta bar við sær, at TAKS fór at viðgera málið aftur. Men TAKS fer ikki at siga føroya fólki, um EIK hevði rætt til skattafrádráttin fyri 90 milliónir krónur ella um tað var grundarlag fyri at drena føroyska landskassan fyri 90 milliónir krónur, sum Astrup tók til. 90 milliónir krónur, tað svarar til umleið 2000 krónur í part frá øllum føroyingum. Kringvarpið skilir, at TAKS sendi Eik niðurstøðuna til hoyringar hósdagin í síðstu viku, og Eik svaraði niðurstøðuni í dag. Onga viðmerking Eyðun Mørkøre hevur onga viðmerking, tá hann verður spurdur, um TAKS er komið til eina niðurstøðu. Og hann hevur heldur onga viðmerking, tá hann verður spurdur, um EIK fær ein skattafrádrátt fyri 90 milliónir krónur ella ikki. TAKS er til fyri skattaborgaran í Føroyum. Skattaborgaran, sum hevur stóran áhuga í at vita, um EIK av órøttum fekk ein skattafrádrátt fyri 90 milliónir krónur ella ikki. Spurdur, um TAKS ikki hevur skyldu at upplýsa teimum, sum eiga TAKS um niðurstøðuna í størsta skattamálinum í Føroyum nakrantíð, er svarið tað sama, at hetta er eitt mál millum TAKS og EIK. Petur Steingrund, fiskifrøðingur, heldur, at fiskidagaskipanin hevur medábyrgd av vánaligu støðuni. Hann fegnast tí um, at ein kvotaskipan helst kemur í gildi í 2018. Kringvarpið er kært fyri sendingina Skattamálið , sum var send í vár. Lesið kæruna her Kæra til Kringvarp Føroya um sjónvarpssendingina Skattamálið . Jógvan á Lakjuni hevur fingið innlit í málið um hjúnabandslógina. Sambært tí hava løgfrøðingar í Danmark fleiri viðmerkingar og broytingaruppskot til tað, tingið samtykti í vár. Hetta eru viðurskifti og avleiðingar av uppskotinum, sum ikki vórðu umrødd, tá málið varð samtykt í tinginum, sigur Jógvan á Lakjuni í viðmerkingunum til uppskotið. Tí er neyðugt at koma aftur í tingið við málinum, men úr Føroyum er komin boð um, at málið skal ikki leggjast aftur fyri tingið, sigur Jógvan á Lakjuni. Jógvan á Lakjuni sigur eisini, at í fundarfrásagnum á Løgmansskrivstovuni og í Heilsu og innlendismálaráðnum stendur, at løgmaður møguliga skal tosa við Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharra, um málið. Hann spyr Aksel V. Johannesen, hvør tað er, sum ikki vil hava málið aftur fyri tingið. Jógvan á Lakjuni spyr eisini, um tað ikki er andsøgn í, at málið er so hápolitiskt, at løgmaður má viðgera tað við forsætisráðharran, samstundis sum tað er so lítið, at ætlanin er at skerja málið lógartekniskt. Tað skal gerast til tess at tryggja, at tað ikki kemur aftur í tingið. Munnligir fyrispurningar vera á tingfundinum, sum byrjar klokkan 11. Hann varnaðist skjótt, at tíðirnar vóru góðar, og so bleiv hann veruliga bitin av tí. Í dag er Henry Olsen millum bestu føroysku rennarar á longum teinum. Í bóklinginum New to the Faroe Islands verður eisini kunnað um ymisk onnur viðurskifti, sum tørvur er á vita um, tá flutt verður til Føroya. David Im, integrasjónssamskipari á Útlendingastovuni, sigur, at hetta er ein grundleggjandi og neyðugur partur av arbeiðnum við integrasjón. Hjá tilfytarum kunnu einfaldir spurningar, sum stinga seg upp í gerandisdegnum, verða ein avbjóðing, fáa teir ikki atgongd til viðkomandi upplýsingar, sigur David Im. Bóklingurin er tí bæði á føroyskum og enskum, men á Útlendingastovuni eru tey greið um, at tørvur er á fáa bóklingin á fleiri málum skjótast tilber. Ein tiflytari, sum hevur avmarkaðan førleika í føroyskum, kann renna seg í eina avbjóðing aftrat, tí ofta eru hesar upplýsingar bara á føroyskum, sigur David Im. Stúrt verður fyri, at loftálopið á heilsumiðstøðina í nátt fer at krevja enn fleiri mannalív enn tey 14 fólkini, sum longu eru deyð, siga myndugleikarnir. Bjargingararbeiðið er torført, tí bjargingarfólk eru noydd at grava deyð og særd út úr húsatoftunum á heilsumiðstøðini, har lopið varð á. Fimm av teimum deyðu eru hjálparfólk hjá fronsku deildini hjá hjálparfelagsskapinum Union of Medical Care and Relief Organizations, UOSSM. Hetta er aðru ferð í eitt samdøgur, at lopið verður á hjálparfólk í Sýria. Í gjár varð lopið á eitt bilafylgi við neyðhjálp , ið var á veg til Aleppo í Sýria. Sambært ST vóru 18 av 31 lastbilum raktir, og fyrstu tíðindini søgdu, at álopið hevði kravt 12 mannalív. Reyði Krossur váttaði í gjár, at eitt sýriskt starvsfólk læt lív. USA fer at umhugsa samstarvið við Russland eftir álopið á lastbilafylgið, segði John Kirby, talsmaður í amerikanska uttanríkisráðnum, týsdagin. Trupulleikin er, at land og kommunur kunnu ikki semjast um, hvør hevur ábyrgdina av teimum 16 sjúklingunum, sum yvirtikna eldraøkið ikki fevnir um. Ískoyti Í innslagnum gloyma vit at nevna, at í løtuni ber til hjá fólki við demens at koma í Degns Hús í Havn tvær ferðir um vikuna . Tað er neyðugt at dagføra alilógina, tí fleiri viðurskifti eru ógreið. Fyrr enn tey eru fingin uppá pláss, er ikki møguligt at fara undir at menna alivinnuna. Tí skulu fólk í aðalráðunum, almennu myndugleikarnir og vinnan sjálv gera eitt uppskot um broytingar í verandi alilóg, ella gera eina nýggja alilóg. Deildin hevur síðan 1989 kannað hugburð, atburð og vitan um millum annað rúsevni hjá ungum í 9. flokki. Talan er um kanningarleist, sum millum 30 og 35 onnur lond í Evropa eisini brúka. Hóast ung í Føroyum enn eru millum teirra, ið brúka minst av rúsevnum, so liggja vit ikki niðast, tá tað ræður um rúsdrekka. 10 prosent av teimum ungu søgdu seg hava drukkið seg full seinasta mánaðin. Hetta tal er neyvt tað sama sum í kanningini í 2011, so mest sannlíkt er hetta ein veruligur heilsutrupulleiki millum ung, heldur Pál Weihe, yvirlækni og professari. Góðu tíðindini eru, at sigarettroykingin er nógv minkað millum tey ungu hesi seinastu 20 árini. Í 1996 royktu útivið 40 prosent dagliga, men í 2015 bara átta prosent. Á hátíðarløtu í Tinganesi handaði løgmaður annars nýggja stórmeistaranum eina grótplátu, har teigurin niðast í vinstra horni var hvítur, og teigurin niðast í høgra horni var svartur. Bygdin er minkað nógv seinnu árini, og í løtuni eru framtíðarútlitini ikki góð, siga Hanna Sigurheim og Sigrun Bolstad, sum eru í fyrireikingarbólkinum. Í hesi sendingini hoyra vit millum annað føroyska bólkin Tetra spæla Hvirfilvindur og Pierre Eriksson við Four Brothers. Lagt til rættis Hanna og Terji Jakobsen. Mest sannlíkt er, at býráðið fer at samtykkja at lata Saltsilogrunninum tær tvær milliónir krónurnar, sum í ár eru játtaðar til at reka Saltsiloina. Ætlanin hevur verið, at arbeiðið uppá Saltsiloina skal vera liðugt 23. november. Til samans sjey arbeiðstakarar hava arbeitt upp á Saltsiloina á Drelnesi. Í kvøld verður fundur í fíggjarnevndini í Tvøroyrar Býráð, sum skal gera eitt tilmæli til býráðið um at lata Saltsilogrunninum pengar, so arbeiðið, at gera saltsiloina lidna, kann halda fram. Saltsiloiin hevur tørv á upp til tríggjar milliónir krónur frá býráðnum. Nevndin fyri Saltsilogrunnin hevur fingið at vita frá AP Møller grunninum, at grunnurin er sinnaður at veita ætlanini upp til tríggjar milliónir krónur aftrat. Men treytin er, at onkur annar partur kemur við eins nógvum pengum, sigur nevndarformaðurin, Ólavur Rasmussen. Spurdur hví grunnurin ikki biður landið um fleiri pengar, svarar Ólavur Rasmussen, at tað hevur hann ongar viðmerkingar til. Tað er neyðugt við seks milliónum krónum aftrat, fyri at arbeiðið uppá Saltsiloina kann gerast liðugt. Tørvur er á peningi fyri arbeiðið, sum longu er gjørt, og so til ymiskt sum er eftir at gera. Tað manglar ikki nógv í, til at arbeiðið kann gerast liðugt. Millum annað eru tvær stáltrappur eftir at seta upp, onkrar hurðar at seta í, gólvið skal slípast og so skal asfalterast uttanfyri. Tvøroyrar Býrað hevur umrøt umbønina um pengar í eina tíð, men enn er einki úrslit komið burturúr. Eitt tilmæli skal helst gerast á fundinum í fíggjarnevndini í kvøld. Sum skilst verður tosað um at lata Saltsilogrunninum tær tvær milliónir krónurnar, sum býráðið hevur játtað til raksturin av Saltsiloini í ár, tí teir pengarnir verða ikki brúktir til rakstur í ár. Hvussu verður við triðju milliónini sum tørvur er á, er ikki greitt. Men inntøkurnar hjá Tvøroyrar kommunu eru umleið eina millión krónur hægri higartil í ár, enn mett varð. Um teir pengarnir so verða játtaðir til Saltsiloina skal fíggjarnevndin taka støðu til. Tvøroyrar Býráð vil hava eina loysn á málinum. Ætlanin er, at býraðsfundur verður í vikuni, so málið kann avgreiðast. Ólavur Rasmussen, formaður í nevndini fyri Saltsiloina, vil ikki gera samrøðu um støðuna í løtuni, men tað er hann fúsur til, tá kommunan hevur tikið avgerð, sigur hann. Um kommunan ikki er sinnað at veita allar pengarnar, so hevur Saltsilogrunnurin hemild at taka lán fyri at fíggja restina, sigur Ólavur Rasmussen. Ætlanin hevur verið, at arbeiðið uppá Saltsiloina skal vera liðugt 23. november. Til samans sjey arbeiðstakarar hava arbeitt upp á saltsiloina á Drelnesi. Hesa ferð hoyra vit plátuna The Riddle við danska saxofon snillinginum Simon Spang Hanssen og bólki hansara Ear Witness. Simon Spang Hanssen hevur skrivað allan tónleikin á plátuni. Hinir tónleikaranir í Ear Witness eru navnframir altjóða tónleikarar sum eru búsitandi í París og sum Simon Spang Hanssen møtti, tá hann sjálvur var búsitandi har frá 1985 til 1998. Teir eru pianisturin, Emil Spányi, úr Budapest í Ungarn, bassisturin, Linley Marthe, úr I lle Maurice og trummusláarin, Felix Sabel Lecco úr Cameroon. The Riddle við Simon Spang Hanssen og Ear Witness kom út á Gateway Records í 2008. Lagt til rættis Arnold Ludvig. Í samfull 300 ár hevur toskastovnurin undir Føroyum verið kannaður, og hýsustovnurin hevur verið kannaður í 100 ár. Men ongantíð fyrr hava stovnarnir verið so smáir sum júst nú, staðfestir Havstovan í seinasta ritinum av Sjóvarmáli. Støðan er hættislig fyri fyri botnfisk undir Føroyum, sigur Petur Steingrund, fiskifrøðingur á Havstovuni. Tað er eitt av eyðkennunum við bíðiruminum. Tú minnist tey ikki, tá tú er farin úr teimum, sigur leiðandi sálarfrøðingurin á psykiatriska deplinum, Suni Poulsen, millum annað í sendingini, Bíðírúmið bíðar. Og bíðirúmið er fyrsta av fýra almennum rúmum, farið verður á rannsóknarferð á í hesi sendirøð, her vit fara at kanna almennu rúmini í samfelagnum, vit so at siga hvønn dag ferðast í yvirhøvur uttan at geva teim stórvegis gætur. Bíðrúmið á psykiatriska deplinum, P10, verður nýtt sum dømi, og í sendingini fara trý fakfólk at geva síni boð upp á, hvør samleikin hjá bíðirúminum er, hví vit ikki minnast hesi rúm, hvussu bíðrúmini eru hugsað, hvørjar kenslur eru lagdar í tey, og hvørjar kenslur tey skapa í okkum, tá vit til dømis sita og bíða eftir at skula inn at hava eina rótviðgerð hjá tannlæknanum, inn at taka ella fáa svar upp á blóðroyndir, ella tá vit sita í bíðirúminum í psykiatriini og bíða eftir at fara inn til viðgerðan. Játtanin til fiskivinnugransking skal trífaldast, og saman við øðrum inntøkum frá uppboðssøluni, skal fiskivinnugransking nú raðfestast. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum arbeiðir við at fáa fíggingina upp á pláss, og nýskipanarnevndin nevnir í tilmæli sínum íslendska stovnin Matis sum brúkiligt fyridømi. Eg var ikki við í avgerðini, men umhvørvisliga lóggávan í Føroyum er avoldað, og tí hevur Umhvørvisstovan brúk fyri einum løgfrøðiligum ráðgeva. Starvssetanin av Anni á Hædd kemur tí væl við, sigur Petur Nielsen, stjóri á Umhvørvisstovuni. Richard Barrons, ið er pensjoneraður herovasti, og sum hevur verið við í NATO atsóknum í Afganistan og Irak, sigur í samrøðu við Financial Times , at NATO er sera viðbrekið. Innanfyri 48 tímar kann Russland, saman við skipum og flogførum, senda inn tíggjutúsundtals hermenn í NATO øki, meðan tað fer at taka NATO tveir mánaðir at gera tað sama, sigur Barrons. NATO kann orsaka av hesum missa tamarhaldið bæði í luftini og á landi, áðrenn tey 28 limalondini eru vorðin samd um, hvar tey skulu svara aftur, heldur Richard Barrons. Um tú sært yvirlitið yvir styrkina hjá NATO, er hon nógv størri enn hjá Russlandi. Men av tí at meginparturin av henni er semi sovandi støðu, verður tað ein gluggi við nógvum møguleikum, sigur Barrons sambært The Independent. Pensjoneraði herovastin, Richard Barrons, sigur, at vantandi samstarv millum fleiri partar í NATO samgonguni ger støðuna álvarsliga. Tá eingin semja er millum norður, miðju og suður, fellur alt niður á lægsta felagsnevnara, og einki hendir, sigur Barrons, ið fór úr starvi sínum sum generalur í bretska herinum fyrr í ár. Mánadagin kom fram, at svenskir myndugleikar hava framskundað sína æltan um at herdeildir skulu hava fasta støð í Gotlandi, tí Svøríki hevur fingið upplýsingar um, at hóttanarstøðan frá Russlandi er økt. Wilhelm Agrell, professari í fregnartænastuanalysum við lærda háskúlan í Lund, sigur, at okkurt er broytt í svenska fregnartænastumyndini. Men vit vita ikki, hvat. Hinvegin síggja vit avleiðingarnar av tí. Púra óvæntað vóru brádliga herdeildir sendar til Gotlands, sigur Agrell. Hvørki stjórin á Landsverk ella landsstýriskvinnan í mentamálum vita at siga, hvat endaligi kostnaðurin verður fyri skuladepilin í Marknagili. Minst 73 milliónir krónur eru parkeraðar í Gerðarrættinum, og enn veit eingin, hvat kostnaðurin av sjálvum sakarmálinum verður. Tað er eingin loyna, at trupulleikarnir hava verið nógvir í byggjarínum í Marknagili, og sambært Landsverki, hevur budgettið verið ov stramt rá byrjan. Tað hevur elvt til trupulleikar, at skorið varð inn á bein í verkætlanini, sum var skerd við 90 milliónum, áðrenn farið var í gongd við at byggja, sigur Ewald Kjølbro. Skúlin skuldi standa liðugur í 2016 sambært verklagslógini frá 2013, men nú vónar byggiharrin baram, at bygningurin er tættur og hevur tak, áðrenn veturin kemur. Tað vil Kristianna Winther Poulsen í Javnaðarflokkinum hava at vita frá Poul Michelsen, landsstýrismanni í uttanríkismálum. Hon ætlar at seta honum ein skrivligan fyrispurning um málið. Føroyar hava í løtuni fimm sendistovur uttanlands í Keypmannahavn, London, Brússel, Reykjavík og Moskva, og nú verður umrøtt at seta fleiri sendistovur á stovn. Til samans starvast 11 fólk á teimum fimm sendistovunum. Kristianna Winther Poulsen vil hava at vita frá Poul Michelsen, hvat hann heldur, at føroyska samfelagið fær burtur úr teimum fimm sendistovunum, tá ið ræður um vinnulív, mentanar og listaumhvørvið, útbúgving, politisku skipanina og samfelagið yvirhøvur. Kristianna Winther Poulsen spyr eisini, um landsstýrismaðurin fær regluligar skrivligar frágreiðingar um virksemið á sendistovunum. Í yvirlitinum á fíggjarlógini er torført at síggja, hvussu peningurin til sendistovurnar verður brúktur, og um hann verður nýttur á best hátt, sigur tingkvinnan Løgtingið fer á tingfundi fyrrapartin at taka støðu til, um fyrispurningurin hjá Kristionnu Winther Poulsen, tingkvinnu, skal svarast. Tænasta, tænasta, tænasta, sigur Birnir Hauksson, stjóri. Hann heldur, at hýruvognsstøðirnar skulu brúka nýggja tøkni meira fyri at fáa tænastuna betri. Tey 14 línuskipini, sum eru størri enn 110 tons, høvdu 5,5 milliónir krónur í halli í fjør. Tað vísir ein uppgerð sum grannskoðaravirkið, NUMO, hevur gjørt. Línuskipini høvdu eisini hall frá 2011 til 2013. Úrslitið í 2014 batnaði munandi og gjørdist positivt, meðan tað aftur gjørdist negativt í 2015. Orsøkin til bøtta úrslitið í 2014 er serliga fíggjarinntøkur hjá onkrum skipum og hægri miðalprísur. Tað er stór spjaðing í úrslitunum í 2015. Hjá onkrum av vanligu línuskipunum gekk hampuliga væl. Serliga frystilínuskipini kláraðu seg væl. Eingangsútreiðslur høvdu við sær, at úrslitið samlað gjørdist negativt. Tølini fyri raksturin vísa kortini, at raksturin royndist betur í fjør enn í fyrraárið. Ársúrslitið var tilsaman hálv sætta millión í halli í fjør. Øll fiskiloyvini eru bókað til 28,8 milliónir krónur við árslok 2015, og eginpeningurin vísti 26,0 milliónir krónur. Fiskiloyvini hjá línuflotanum verða sambært roknskaparháttinum í ársroknskapunum fyri 2015 avskrivað yvir eitt áramál, sum er millum fimm til 20 ár. Í miðal avskriva tey línuskip, sum hava keypt fiskiloyvir, fiskiloyvini yvir 11 ár. Roknskapargreiningin vísir eisini, at fiskiloyvini, sum línuskipini hava keypt, hava áleið sama virði sum skrásetta eginognin hjá línuskipunum í 2015. Verða veiðiloyvini ikki longd í 2018, og fiskiloyvini seld á uppboðssølu, er eginognin burtur við árslok 2017, vísir greiningin hjá grannskoðaravirkinum NUMO. Í samferðsluætlanini hjá Landsverki frá 2012 verða rennistreingir mettir at verða bíligasta loysnin til eina betri farleið enn hana, svínoyingar og fugloyingar nú hava. Altjóða journalistiska samstarvið, ICIJ, hevur aftur samskipað ein stóran altjóða leka av upplýsingum úr skattaskjóli, hesa ferð úr Bahamaoyggjunum. Skjølini snúgva seg um meira enn 175.000 fyritøkur, og týska blaðið er sum tá stóri lekin var úr Panama farið í samstarv við altjóða felagsskapin fyri kannandi journalistar, ICIJ, um at viðgera skjølini og gera fjølmiðlasøgur úr teimum. Lekin fevnir um eitt nú nøvn á nevndarlimum og inngjøld fyri skrásetingaravgjøld, men skjøl eru ikki um sjálvt virksemið í einstøku fyritøkunum, sum eru skrásettar í Bahamas. Øll nøvnini í nýggja lekanum eru løgd afturat almenna dátugrunninum hjá ICIJ, har skjøl eisini eru frá Panamalekanum fyrr í ár og Off Shore lekanum frá 2013. Áhugað kunnu leita í dátugrunninum á heimasíðuni icij.org . Sum fyrr hava einstakir fjølmiðlar í útvaldum londum fingið lut í skjølunum til at gera søgur úr. Í Danmark er talan um Danmarks Radio og Politiken. Bahamas er oyggjaland, sum liggur í ein útsynning úr amerikansska statinum Florida. Í mong ár hava Bahamaoyggjarnar verið lýstar sum skattaskjól, ið gevur almenninginum sera avmarkað innlit í upplýsingar um fyritøkurnar, sum eru skrásettar har. Politiken skrivar, at teirra kanningar av Bahamas lekanum hava víst, at nógvar danskar fyritøkur, serliga reiðarí, eru ella hava verið skrásett í Bahamaoyggjunum. Til dømis er alment kent, at eitt felag í Bahamas eigur tað stóra danska reiðaríið, Clipper. Lekin úr Bahamas vísir, at Clipper hevur samband við næstan 200 ymisk feløg, sum eru skrásett í Bahamaoyggjunum, skrivar Politiken. Nógvir sjúklingar og stórt arbeiðstrýst er serliga á medisinska deplinum, har stórur partur av virkseminum er bráðfeingis. Eisini hevur nógv virksemi verið á psykiatriska deplinum. Nógvir læknar eru givnir fyri aldur, og læknatrotið hevur havt við sær, at neyðugt er at seta konsulentar, sum ofta er ein dýr loysn, verður sagt í viðmerkingunum til umbønina um eykajáttan. Tørvur er níggju milliónum krónum til vanliga virksemið á Landssjúkrahúsinum. Men tiltøk eru sett í verk, sum kunnu tálma nýtsluna tvær milliónir krónur. Talan er millum annað um at bíða við starvssetanum og at útseta keyp og skeiðs og tænastuferðir. Eisini verður samstarvið millum sjúkrahúsini raðfest. 200 fleiri sjúklingar hava tørv á viðgera uttanlands í ár, ella til samans 1600 sjúklingar. Til samans vanta 6,7 milliónir krónur til viðgerðir uttanlands í ár. Av tí at talið á sjúklingum veksur, verða sjúklingaferðirnar eisini fleiri, og við verandi gongd fer ein hálv millión at vanta í, hóast tiltøk eru sett í verk at avmarka nýtsluna Biðið verður um sjey milliónir krónur aftrat til vanliga virksemið, 6,7 milliónir til viðgerðir uttanlands og ein hálva millión til flutning í sambandi við viðgerðir uttanlands. Saman kunnu vit skapa nýggjan skúla, sum bæði er framskygdur og tekur tað besta við frá teimum trimum skúlunum, sum við hesum fólkunum eru væl umboðaðir í nýggju leiðsluni, sigur rektarin á Glasi. Formliga er ávaringin send til danska vinnu og vakstrarmálaráðharran, og hann verður biðin um at umhugsa, um inntriv skulu gerast. Um hesin vøkstur bara er tíðaravmarkaður, so vil tað saman við høgum og vaksandi sethúsaprísum kunna ávirka sethúsamarknaðin, um stór afturgongd brádliga verður. Váðaráðið sigur, at hetta kann elva til stóran miss í føroysku bankunum, og tí eigur ráðharrin at umhugsa at brúka nýggja reiðsskapin, sum hann hevur fingið við tí sonevnda kontra cykliska buffaranum. Váðaráðið nevnir, at føroyski búskapurin er viðbrekin, tí sveiggjandi fiskivinna er grundarlagið undir honum, men í hesum sambandi nevnir ráðið eisini, at hann er blivin nbakað sterkari, nú alivinna er komin afturat siðbundnu fiskivinnuni. Kortini er tað júst útflutningurin í alivinnuni, sum Ráðið eisini ávarar um. Stóri útflutningurin av laksi til Russlands kann gerast ein bági fyri búskapin, um ES strikar handilstiltøkini móti Russlandi, og um stígur kemur í altjóða búskapin. Umboð fyri avvarðandi stjórnarráð hava eisini viðmerking í frágreiðingini. Tey siga, at danska stjórnin fylgir við í, hvussu búskaparliga støðan í Føroyum er. Samstarvið við donsku skattamyndugleikarnar um Panamaskjølini hevur ikki givið TAKS upplýsingar, sum hava beinleiðis týdning fyri føroyskar skattamyndugleikarnar. Avtalað er, at donsku skattamyndugleikarnir, fíggjareftirlitið og Fíggjarligt Støðufesti skulu sleppa at síggja skjølini, og TAKS verður partur av hesi avtalu. Lonirnar, sum vórðu settar upp í 2010 og 2012, eru tilsamans 1100 fermetrar til støddar. Leigumálið er úti 1. november í ár, og sambært sáttmálanum kunnu tær keypast fyri 3,2 milliónir krónur. Annars má leigumálið leingjast, tí tørvur er á hølum í Hoydølum, til Glasir verður tikin í nýtsku. Leigukostnaðurin er 148.000 krónur um mánaðin. Hildið verður, at tað meiri skynsamt at keypa lonirnar nú. Tær kunnu verða brúktar eina tíð aftrat í Hoydølum, og síðani kunnu tær brúkast sum fyribils skúlastovur hjá Fróðskaparsetrinum. Men síðani hava Umhvørvisstovan, Landsverk, SEV og Fjarhitafelagið mælt til, at bæði jarðhiti og fjarhiti verða í nýggja skúladeplinum. Íløgan í hesa samansettu hitaskipanina er mett til átta milliónir krónur. Jarðhiti skal veita orku til lághitaskipanina, og fjarhiti skal veita orku til háhitaskipanina. Fíggjarnevndin, sum viðger uppskotið hjá Rigmor Dam, hevur sett Landsverki fleiri spurningar málinum. Nevndin spyr millum annað, hvussu stórur partur av orkunýtsluni kemur frá ávikavist fjar og jarðhita í samansettu loysnini, og hvussu stórar rakstrarútreiðslurnar verða. Tað var tíðliga í morgun, at fólk, sum komu til arbeiðis á Apotekinum í Havn varnaðust, at onkur var í kjallaranum, sum ikki skuldi vera har. Maðurin var komin inn gjøgnum vindeyga í kjallaranum, sum hann hevði brotið. Men innbrotsmaður slapp sær á dyrð, tá hann varnaðist at starvsfólk vóru í bygnginum. Hann smeyg sær upp í bussleiðina, sum júst steðgaði uttanfyri Apotekið. Starvsfólk sóu mannin, tá hann rýmdi, og hann var stutt eftir handtikin. Maðurin, miðskeiðis í 50 unum, er gamal kenningur hjá løgregluni, og hann verður avhoyrdur, tá hann er komin fyri seg aftur, sigur Hildur Hentze, dagligur leiðari á kriminaldeildini hjá løgregluni. Tí er neyðugt við 6,7 milliónum krónur aftrat til viðgerð uttanlands, umframt hálvari millión til flutning. Landssjúkrahúsið hevur sett avmarkingar í verk fyri at tálma játtanarnýtsluni. Men tað rakar ikki fólk við álvarsligum sjúkum, sum hava bráðneyðugan tørv á viðgerð, sigur Johnny í Grótinum, sjúkrahússtjóri. Súni Schwartz Jacobsen, stjóri í Eik Banka, vildi ikki gera bandaða samrøðu við Kringvarpið, men hann váttar, at bankin viðger nú fyribils niðurstøðuna frá TAKS. Hann vil heldur ikki svara, um bankin fer at almannakunngera niðurstøðuna fyri eigarunum, sum eru tryggingartakararnir hjá Tryggingarfelagnum Føroyum. Eg kann vátta, at eg havi fingið boð frá sakførara um, at eg verið stevndur fyri ærumeiðing, sigur hann sambært heimasíðuni hjá in.fo Jørn Astrup Hansen og Fíggjarligt Støðufesti hava í sambandi við skattamálið sagt, at Eik banki ikki hevur rætt til at draga 514 milliónir krónur í tapi frá í skattinum, tí at tapið hoyrir til gamla bankan. Hetta stóra tapið er eisini partur av rættarmálinum móti gomlu leiðsluni í kollsiglda Eik banka. Hetta eru núverandi leiðsla í Eik og eigarin TF Holding ósamd í. Tey føra fram, at tað er nýggi bankin, sum eigur at fáa ágóðan av stóra skattafrádráttinum. TAKS hevur kannað málið í fleiri umførum, og er nú komið til eina niðurstøðu, sum er til hoyringar hjá leiðsluni í Eik. Í fyrsta umfari noktaði TAKS at geva innlit í niðurstøðuna. Tað gjørdi stovnurin vísandi til, at skattaupplýsingar eru trúnaðarupplýsingar. TAKS viðger í løtuni umsókn frá Kringvarpinum um at fáa meirinnlit í niðurstøðuna við atliti at áhugamálunum hjá almenninginum í hesum prinsippiella máli. Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum segði í stuttari viðmerking við Kringvarpið í gjár, at so leingi málið um skattafrádráttin ikki er heilt liðugt viðgjørt, hevur hon onga viðmerking til, um niðurstøðan eigur at verða løgd alment fram ella ikki. Spurningurin er nú, um nakar møguleiki er at flyta okkum fram á leið, tí tað er greitt, at vit ikki longur kunnu halda fram sum higartil, sigur amerikanski uttanríkisráðharrin, John Kerry sambært Ritzau. Á fundinum vóru umboð úr 23 londum úr Altjóða Stuðulsbólkinum fyri Sýria, men sambært John Kerry kundi russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov ikki lova at steðgað verður við at bumba fleiri sýriskum býum. Tað fyrsta, vit skulu gera, er at endurreisa trúvirðið, um tað ber til. Tað er einasti vegur fyri at fáa tey, sum hava valdið í loftrúminum, at gevast við at brúka tað valdið, sigur John Kerry sambært Reuters. Russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov sigur, at tá partarnir hittast aftur í dag, fer hann at royna at fáa vápnahvíldina í gildi aftur. Nakrir av okkara samstarvsfeløgum royndu at fáa sýrisku stjórnina einsamalla at flyta seg. Vit tvíhalda um, at andstøðan skal eisini flyta seg, sigur hann sambært russisku tíðindastovuni Tass. Forlagið Sprotin gav út bókina í 2015, Edward Fuglø hevur gjørt kápumyndina til føroysku útgávuna. Sonja Kjølbro hevur staðið fyri umbótingini. Grønlendska Landstingið arbeiðir framvegis við ætlanunum um at gera enskt sum fyrsta fremmandamál í fólkaskúlanum eftir grønlendskt. Í næstum roknar landsstýrið, Naalakkersuisuit, við at seta serfrøðingarbólk, ið millum annað verður mannaður við umboðum fyri grønlendsku kommunurnar. Bólkurin skal kanna, hvussu danskt kann útfasast sum fyrsta fremmandamál, skrivar Sermitsiaq. Gongst, sum ætlað, verður broytingin sett í gildi um tvey ár, í august 2018. Landstingið er samt um, at Grønland sum land stendur sterkari í samfelagsligu menningini í heiminum við, at málsligu førleikarnir verða uppraðfestir til eitt heimsmál sum annað høvuðsmál í fólkaskúlanum, sigur Nivi Olsen, limur í landsstýrisnevndini fyri útbúgving. Landsverk hevur ikki bara krav til TG Verk og fyrrverandi tekniska ráðgevan, Lemming og Eriksen Byggiharrin á Glasi hevur eisini krav ímóti arkitektinum, Bjarke Ingels Group, BIG. Kravið er frá 2013, tá bygningurin skuldi umprosjekterast í sambandi við sparingarnar. Marius Rein, sum skrásetur føroyskan dans fyri bandasavnið og Savnsgull, kom fram á hetta bandið. Morgunsendingin fangaði Marius stutt eftir og festi hesa samrøðu á band. Ansa Andreasen varð brádliga sjúk í nýranum í 1997. Hon kom í dialysu í november í 2014. Men so, 27. mars 2015, sigur hon vera sín nýggja føðingardag, tí tann dagin fekk hon annað nýra frá manninum, Jónálvi Andreasen. Jógvan Fríðriksson, biskupur, sigur frá sáðmanninum, sum fór út at sáða. Okkurt sáðið fall við vegin, nakað í gaddajørð, okkurt datt millum tornir og køvdist, og okkurt datt í ta góðu jørðina og bar stóran ávøkstur. Hetta var orsøkin til, at Leif Abrahamsen, sum í fjórðingsøld hevur verið formaður í Føroyagrunninum, ikki varð valdur aftur, men máttu fara úr nevndini. Fíggjarmálaráðið skrivaði áðrenn broytingina í nevndini herfyri, at meirlutin í Føroyagrunninum hevur sitið í stýrinum úr 19 og upp í 24 ár. Hetta er ikki í samsvari við góða virkisleiðslu, sum vanliga hevur avmarkingar fyri, hvussu leingi meirlutin í nevndum kunnu sita, fyri at limirnir kunnu metast at vera óheftir. Eisini vísir Fíggjarmálaráðið á leiðreglurnar í eigarapolitikki landsins, sum landið arbeiðir við. Har stendur um óheftni hjá nevndarlimum, at fyri at vera óheftur, má viðkomandi nevndarlimur ikki hava verið limur í nevndini í meira enn 12 ár. Savnsgull er komið fram á eina gamla upptøku frá tingfundinum sum var tann 8. januar 1959, har dagsskráin var val av løgmanni. Hetta er løgmansvalið eftir løgtingsvalið 8. november 1958 og verður Petur Mohr Dam valdur til løgmann. Hetta var fyrstu ferð, at løgmansval verður sent beinleiðis í Útvarp Føroya. Tað vóru tvey uppskot til løgmann, Petur Mohr Dam og Hanus við Høgadalsá, og atkvøtt varð við seðlum. Løgtingsformaðurin, Jákup Fredrik Øregaard, lesur atkvøðurnar upp og vit hoyra ein nývaldan tingmann, Jákup Lindenskov, lesa úrslitið upp. Jákup var fyrsti tingskrivari tá. Petur Mohr Dam varð valdur við 17 atkvøðum, Hanus við Høgadalsá fekk 7 og 5 vóru blankar. Á bandinum er eisini viðgerð av farloyvisumsókn frá J. H. Danbjørg, sum søkir farloyvi vegna sjúku. Vit hoyra málið á sambandsmanninum á Strondum, Johan Poulsen, sum hevur staðið fyri at kanna valúrslitið, greiða frá og síðani verður atkvøðugreiðsla. Tað var ikki vanligt hjá útvarpinum tá í tíðini at goyma upptøkur frá tingfundum, trongu fíggjarligu korini hjá útvarpinum gjørdi at bond vórðu nýtt aftur og henda upptøka liggur á bandi aftanfyri kvæðaupptøku í Dansiringinum í Havn. Eingin vil gera viðmerkingar fyri fundin, men útvarpið skilir, at borgarstjórin hevur eitt tilmæli og hinir báðir limirnir í fíggjarnevndini eitt annað tilmæli. Tað er einasta viðmerkingin sum Kristin Michelsen, borgarstjóri, hevur uppundir býráðsfundin á Tvøroyri klokkan fimm seinnapartin. Tá skal býráðið taka støðu til at játta pengar til Saltsiloina á Drelnesi, so arbeiðið kann gerast liðugt. Fíggjarnevndin hevur umrøtt málið eina tíð, og hevur havt fundir í vikuni. Eingin vil siga nakað ítøkiligt um, hvat býráðið skal taka støðu til seinnapartin, og heldur ikki fæst at vita, um mmálið verður endaliga avgreitt í dag. Sum skilst so hevur Kristin Michelsen, borgarstjóri eitt tilmæli til býráðið. Hvat stendur í tí, er ikki eynast at fáa at vita, men tosað hevur verið um, at fíggjarnevndin er sinnað at lata Saltsiloini tær tvær milliónir krónur, sum vóru ætlaðar til rakstur í ár. Saltsiloin hevur ikki brúk fyri stórvegis av pengum til rakstur í ár, tí arbeiðið hevur drigið út. Útvarpið skilir eisini, at hinir báðir limirnir í fíggjarnevndini, Bjarni Hammer, varaborgarstjóri, og Hallur í Heiðunum, hava eitt annað tilmæli. Teir mæla millum annað til at biðja landið um at rinda sín part av tí sum restar í til Saltsiloina. Í fíggjarlógini fyri í ár, hevur landið sett 1,8 milliónir krónur av til rakstur av Saltsiloini á Drelnesi. Men av tí at arbeiðið hevur drigið út, verður ikki brúk fyri øllum pengunum. Tí biður Fíggjarmálaráðið tingið um at lækka ta játtanina við einari millión krónum. Tað eru teir pengarnar sum varaborgarstjórin, Bjarni Hammer, og Hallur í Heiðunum, vilja hava landið at lata Saltsiloini, so arbeiðið kann gerast liðugt. Eydnast tað at fáa kommununa at lata Saltsilogrunninum tvær milliónir krónur og landið letur eina millión krónur, so er nóg mikið av pengum til at fullføra arbeiðið. Nevndin í Saltsilogrunninum hevur fingið at vita frá A.P. Møller grunninum, at grunnurin er sinnaður at veita lata grunninum upp til tríggjar milliónir krónur aftrat, treytað av, at onkur annar kemur við eins stórari upphædd. Spurningurin er so, hvørjum tilmæli Tvøroyrar Býráð seinnapartin fer at taka undir við, tilmælinum frá borgarstjóranum ella hinum báðum í fíggjarnevndini. Útreiðslurnar til heilivág á sjúkrahúsunum er lækkaðar munandi í ár. Seinastu árini hevur heilivágurin staðið á egnari konto, og heilivágsráðið hevur verið ráðgevandi á økinum. Tað varð gjørt, tí sveiggini ofta eru so stór, at tað skeiklar raksturin av sjúkrahúsverkinum. Í fjør eydnaðist læknum, í samráð við heiliráðsfrøðingin, at skifta til væl bíligari heilivág, samstundis sum avtalan við danska felagið, Amgros, sum keypir heilivág, gjørdi, at prísurin lækkaði. Játtanin í ár var 50 milliónir krónur. Nú er líkt til, at útreiðslurnar verða einar 11 milliónir krónur lægri, ella um 39 milliónir krónur. BankNordik og ArionBanki boða nú frá, at íslendsku myndugleikarnir hava góðkent, at Vørður samtakið verður selt. Eftir ætlan skal handilin verða avgreiddur um tvær ella tríggjar vikur. BankNordik keypti tryggingarsamtakið, Vørð, í 2009, men í juni 2015 boðaði BankNordik frá, at íslendska tryggingarfelagið var til sølu. Tað stendur í fráboðanini hjá BankNork til danska keypsskálan. Bankin fær sostatt til samans 300 milliónir krónur burtur úr søluni og niðurlaðingini. Í børsfráboðanini verður sagt, at skotið verður helst upp á regluliga aðalfundinum í 2017, at meginpartuin av hesum 300 milliónum í óvæntaðari inntøku verða útlutaður sum vinningsbýti til partaeigarar. Um fáar vikur fara David Arge Galan og Jórun Mørkøre til Los Angeles at vera við í heimsmeistarakappingini í World Natural Bodybuilding. Sum fyrireiking til kappingina eru tey bæði saman við venjaranum, Jákupi Jakobsen, farin til New York at vera við í krútsterkari kapping. Sambært umboðsmannalógini kann umboðsmaðurin sjálvur taka mál til viðgerðar og gera neyðugar kanningar í hesum sambandi, og tað er tað, Sólja í Ólavsstovu ger í hesum føri. Í Degi og Viku 12. september varð Turid Arge, aðalstjóri í Heilsu og innlendismálaráðnum, endurgivin fyri at siga, at einki er skjalfest í sambandi við at flyta Anni á Hædd í starvið á Umhvørvisstovuni. Avgerðin varð ikki tikin í Heilsu og innlendismálaráðnum. Tað vóru sakførararnir hjá pørtunum, sum samráddust, og gjørdu avtaluna og tóku avgerðina um at seta Anni á Hædd í nýtt starv. Eftir tíðindini í Degi og Viku bað umboðsmaðurin Heilsu og innlendismálaráðið um at greiða frá, um aðalstjórin er rætt endurgivin, og hví einki er at finna í skjalayvirlitinum í málinum um at flyta deildarstjóran í annað starv. Umboðsmaðurin ger vart við í skrivinum til Heilsu og innlendismálaráðið, at tað er ein fyrisitingarlig avgerð at flyta starvsfólk í annað starv, og at ein myndugleiki ikki uttan lógarheimild kann lata hesa heimild til onnur. Oluf Jørgensen, fjølmiðlaløgfrøðingur á journalistháskúlanum í Aarhus, sigur, at TAKS hevur tagnarskyldu, og upplýsingar um skattamál hjá einkultpersónum og fyritøkum skulu ikki útflýggjast. TAKS kann kortini vátta ella avsanna upplýsingar, sum Eik banki ella onnur lata í málinum, sigur hann. Bjørn á Heygum, løgfrøðingur, sigur tað sama TAKS hevur ikki rætt til at lata upplýsingar í skattamálinum. Súni Schwartz Jacobsen, stjóri í Eik, vildi ikki siga Kringvarpinum í gjár, um bankin fer at almannakunngera niðurstøðuna hjá TAKS. Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, sigur, at so leingi málið um skattafrádráttin ikki er liðugt viðgjørt, hevur hon onga viðmerking til, um niðurstøðan eigur at vera løgd alment fram ella ikki. Maðurin fekk fimm sløg, sum sambært vitni, vóru ógrundað, sigur vakthavandi løgregluni í Havn. Eftir tilburðin var álopni maðurin fluttur á Landssjúkrahúsið. Familjudepilin skal miðsavna tænastur, sum hava við fyribyrging, ráðgeving og tilboð annars viðvíkjandi familjuviðurskiftum at gera, undir eina og somu eind. Í viðmerkingunum vísir flokkurin á, at barnapolitikkurin seinastu árini í stóran mun hevur snúð seg um dagstovnatilboð og tey serliga raktu børnini og familjurnar. Nú er tíðin komin at varpa ljós á vanliga tørvin hjá barninum at sleppa at vaksa upp undir góðum og tryggum umstøðum saman við foreldrunum. Víst verður á nógvu tilboðini sum eru, men samstundis verður víst á, at nógv børn hava brúk fyri sálarligari hjálp og hava trupult við at virka í gerandisdegnum. Royndir vísa, at ein vaksandi skari av ungdómum upplivir strongd, ótta og depressión. Hetta kann hava álvarsligar avleiðingar fyri tey ungu sjálvi og samfelagið sum heild. Tað er tí av alstórum týdningi, at ein virkisætlan verður gjørd fyri, hvørji átøk skulu setast í verk fyri at venda gongdini. Tí er neyðugt at miðsavna tey tilboðini sum eru til børn og ung fyri at fáa sum mest burturúr. Gáttin til familjudepilin skal vera so lág, so eingin aftrar seg við at venda sær til depilin við fyrispurningum o.ø, sigur Nýtt Sjálvstýrið í uppskotinum. Herda stríðið um Aleppo hevur nú við sær, at vatnveitingin til sýriska býin er nógv skerd. ST vil vera við, at minst tvær milliónir fólk í býnum hava einki vatn eftir ógvusligar samanbrestir millum uppreistrarbólkar og stjórnardeildir í gjár. Ein talsmaður fyri UNICEF, barnastovnin hjá ST, sigur, at vatntrotið kann fáa álvarligar avleiðingar fyri longu vánaligu heilsustøðuna í krígsrakta býnum, tí fólk noyðast drekka dálkað og gamalt smittuberandi vatn. st hevur fyrr bodad fra at næstan eingin heilivagur. Gamla laksavirkið hjá Bakkafrosti í Vági lýkur ikki krøvini, og skal tað loysa seg at byggja eitt nýtt, er neyðugt við meira laksi. Jeremy Corbyn hevur sitið sum formaður í eitt gott ár, men hevur elvt til split og misnøgd hjá fleiri í flokkinum líka síðan hann tók við í september í fjør. Millum annað er hann lagdur undir ikki at hava tikið nóg heilhugaður undir við teimum, sum vóru ímóti, at Bretland skuldi fara úr ES undan fólkaatkvøðuni í summar. Labour syndraðist eftir at Konservativi flokkurin vann parlamentsvalið í mai í fjør. Táverandi formaðurin, Ed Miliband, legði frá sær eftir tapið, og stríð tók seg upp um, hvør skuldi taka við. Síðan hava fleiri stríðst um formanssessin og roynt at koppað Corbyn. Men nú hevur hann so tryggjað sær formanssætið í eina tíð afturat. Fríggjadagin var aftur galið. 20 bilar stóðu eftir á farstøðini í Havn, tí farmabilarnir fyltu ein stóran part av dekkinum umborð á Smyrli. Bjarni Hammer, politikari, var ein teirra, ið noyddist at lata bilin standa. Kristina Jarnfoss lesur á setrinum, hevur eitt barn og gongur við øðrum barninum. Av tí, at Kristina hevur maka, fer hon ikki at fáa studning í summarferiuni, hóast samgongan ætlar, at stakir uppihaldarar, sum lesa, í framtíðini eisini skulu fáa studning í summarferiuni. Ása Hammershaimb, ið er einligur forsyrgjari og lesur á setrinum, heldur, at ein heildarætlan átti at verið gjørd um lestrarstudningin. Tað er ymiskt, hvat fólk halda um væntandi broytingarnar í lestrarstuðlinum alt eftir, hvørji støðu tey eru í. Í sendingini práta vit við Ásu Hammershaimb, einligur forsyrgjari, Kristinu Jarnfoss, forsyrgjari við maka, Torstein Jóhannes Fríðfinnson, lesandi í Danmark og politisku ungmannafeløgini. Politiið fekk fríggjakvøldið fráboðan um, at ein maður hevði sligið ein annan í miðbýnum í Havn. Maðurin fekk fimm sløg, sum sambært eygnavátta, vóru ógrundað. Dysturin byrjaði væl hjá føroyingum, sum løgdu seg skjótt fram um. Eftir 15 minuttir stó á jøvnum 6 6 og løtu seinni 7 7. Restina av dystinum førdi føroyska landsliðið, og tók seg longur og longur framum. Dysturin endaði 29 19 til Føroyar. Málskjúttar Høgni Fríðuson Gaard 5, Johannes Bjørgvin 4, Hendrikur Davidsen 4, Johan Hansen 4, Gilli Holm 3, John Haldansen 3, Tróndur Mikkelsen 2, Martin Danielsen 2 og Dánjal Ragnarson og Sakaris A. Sakariasson fingu 1 mál hvør. Síðsti dystur verður nú spældur í Viking Cup, har U19 og U17 landsliðini hjá Skotlandi spæla. Føroyska liðið endar sum nummar1 ella 2 í Viking Cup. Hetta veldst um hvør vinnur av U19 og U17 landsliðnum í Skotlandi. Føroyar taptu við einum máli móti skotska U18 landsliðnum men vunnu sannførandi á skotska U17 liðnum. 36 uppskot komu inn at prýða nýggja H bygningin á Landssjúkrahúsinum. Freistin at lata uppskot inn var úti 13. september og tær báðar næstu vikurnar verður støða tikin til uppskotini. Umsøkjararnir fingu at vita, at aðalmálið við listini er at stuðla upp undir leking soleiðis at ein vitjan á sjúkrahúsinum skal vera ein nærverandi, trygg og jalig uppliving í serflokki. Uppskotini kundu fevna vítt, soleiðis at tey kundu koma við uppskotum um list, listahandverk og brúkslist. Í seinastu minuttunum eydnaðist tað verjukempuni hjá B36, Oddmari Færø, at fáa bóltin í KÍ málið. Soleiðis at endaliga úrslitið í dystinum í Klaksvík gjørdist javnleikur 2 2. Samstundis sum B36 tók tvey stig frá KÍ, eydnaðist tað Víkingi at vinna 2 0 á NSÍ. Harvið minkaði munurin niður í tvey stig, ímillum nummar eitt og nummar tvey í kappingini. Nú bert tríggir dystir eru eftir, er tískil lagt upp til ein sera spennandi enda av kappingini. TB ÍF 3 2 1 0 Salmundur Bech, 6.min 2 0 Albert Adu, 33.min 2 1 Karl Løkin, 80.min 2 2 Jan Ellingsgaard, 81.min 3 2 Poul Ingason, 90.min HB AB 1 2 1 0 Øssur Dalbúð, 70.min 1 1 Patrik Johannesen, 80.min 1 2 Dion Splidt, 90.min Skála B68 1 0 Ólavur Mikkelsen, 14.min 2 0 Edvin Jakobsen, 15.min 3 0 Rasmus Andersson, 42.min 3 1 Damir Yuksel, 45.min 4 1 Rasmus Andersson, 53.min 5 1 Edvin Jakobsen, 87.min Støðan í EFFO deildini sær nú soleiðis út 1 KÍ 54 2 Víkingur 52 3 NSÍ 49 4 B36 43 5 HB 36 6 ÍF 31 7 TB 26 8 Skála 23 9 AB 15 10 B68 7 Síðani hósdagin hava russisk flogfør uttan íhald bumbað mál í Aleppo, samstundis sum sýriski stjórnarherurin hevur sett sær fyri at reka allar uppreistrardeildir úr býnum. Bara í gjár lógu minst 25 sivilfólk eftirá, og hildið verður, at minst 125 fólk hava latið lív í ógvusligu atsóknunum um vikuskiftið. Russiski ST sendiharrin segði undan fundinum, at líkt er ikki til at ein vápnahvíld kann fáast í lag í Aleppo. Eftir at ein vápnahvíld í farnu viku var brotin, hava russisk flogfør í stórum tali søkt at málum í Aleppo. Ósemjan ímillum stórveldini, USA og Rusland er nú so riong, sum hon ikki hevur verið í fleiri áratíggju. Samstundis hava fleiri europeisk lond skuldsett Rusland fyri kríksbrotsverk í sýriska býnum. Kommunuvalið í november hevur verið ein avbjóðing í royndini at tálma samlaða vøksturin hjá almenna geiranum, ásannar landsstýriskvinnan. Jóan Pætur Midjord vann 18 føroyameistaraheiti í badminton. Eitt fyri einstaklingar, 12 í tvímansleiki og fimm í blandaðum tvímansleiki. Fyrsta FM vann hann í 1967 saman við Burnamann Niclasen úr Klaksvík. Jóan Pætur var á fyrstu landsliðunum bæði í badminton og í hondbólti. Í 20 ár spældi hann á 1. liði Kyndils og vann eini 15 meistaraheiti. Í byrjanini vóru stjørnurnar Petur Sigurð Rasmussen, Torbjørn Michelsen og Dia Jacobsen. Longst spældi hann saman við Jørleifi Kúrberg, Sverra Jacobsen og Niels Nattestad. Ítróttarhallirnar broyttu bæði badminton og hondbólt. Hesa ferð hoyra vit nýggjan tónleik og leita aftur til árið 1981. Og so hoyra vit tað nýygjasta frá Ólavi á Váli Olsen. Lagt til rættis Petur Rouch. Í hesi sending hoyra vit millum annað Vestmenn spæla Nú spæla Vestmenn ein vals, og Mogens Bækg rds Orkester spæla New York, New York. Lagt til rættis Hanna og Terji Jakobsen. Hesa ferð hoyra vit nýggjan tónleik og leita aftur til árið 1981. Og so hoyra vit tað nýygjasta frá Ólavi á Váli Olsen. Lagt til rættis Petur Rouch. Tað stendur á jøvnum millum Donald Trump og Hillary Clinton, sum í nátt tørna saman í fyrsta sjónvarpskjakinum í royndini at gerast næsti forseti í USA. Ein veljarakanning vísir, at Hillary Clinton í demokratiska flokkinum hevði sambært CNN fingið 46 prosent av atkvøðunum, og Donald Trump hevði fingið 44 prosent. Greinin heldur fram niðanfyri. Tað er ymiskt, hvussu forsetavalevnini hava fyrireikað seg til kjakið í nátt sambært amerikonskum fjølmiðlum. Donald Trump hevur verið á golfbreytini, meðan Hillary Clinton hevur fingið fjølmiðlaráðgeving. Sjónvarpskjakið vigar nógv undan forsetavalinum í USA. Ein BBC viðmerkjari segði, at eitt sjónvarpskjak hevur ongantíð verið atvoldin til, at nakað forsetavalevni nakrantíð hevur vunnið eitt val. Fleiri dømi eru um, at forsetavalevni hava tapt valið, tí tað hevur staðið seg illa í sjónvarpskjakunum. Fyrsta sjónvarpskjakið millum Trump og Clinton er klokkan tvey í nátt føroyska tíð. Sjónleikurin Havfrúgvin hjá Jóanesi Nielsen hevur nú verið vístur 10 ferðir á Tjóðpallinum, og morgunsendingin hevur fingið Katrina Dahl Hanusson at ummæla leikin. Hesa ferð hoyra vit kvinnurnar í Havnarkórinum saman við Tórshavnar kamakóri. Lagt til rættis Gunnvør Poulsen. Tað stendur í eini nýggjari frágreiðing, serfrøðingar hava gjørt. Tí mugu londini í Evropa fyrireika seg til tað, sum fer at henda, og tað nyttar lítið at skumpa trupulleikarnar undan sær. Næsta kreppan kemur, men um tað verður um seks vikur, seks mánaðir ella seks ár, er ógjørligt at siga, sigur professarin í politiskum búskapi í Berlin, Henrik Enderlein, sum hevur verið við til at gera frágreiðingina. Enderlein hevur gjørt frágreiðingina saman við fyrrverandi italska forsætisráðharranum, Enrico Letta. Saman við teimum eru fleiri kendir búskaparfrøðingar, teirra millum fyrrverandi stjórin í heimshandilsfelagskapinum, WTO, Pascal Lamy. Teir mæla til at skipa ein fyrstuhjálparkassa, sum skal vera tøkur, tá fíggjarliga ódnarveðrið brestur á aftur. Teir mæla til at seta 1800 milliardir krónur í kreppugrunnin hjá europeiska miðbankanum. Øll ES londini mugu bera sín part av pengunum, mæla teir til. Og grunnurin skal vera klárur at taka um endan, so skjótt sum kreppan vísir seg. Samstundis mæla teir til, at ES hevur strangari eftirlit við fíggjarlógunum hjá londunum, sum eru við í evrusamstarvinum, og bankarnir mugu styrkjast. Nú hava ringastu brotasjógvarnir eftir fíggjarkreppuna lagt seg, og tí er tíðin komin at fyrireika seg til næstu kreppuna, vísir Letta á. Tað ringasta sum er, er at tað vísir seg, at europeisku stjórnarleiðararnir lata standa til, og vilja bíða til kreppan kemur, sigur hann. Eg beri ótta fyri, at einki hendir fyrr enn eftir valið í Týsklandi næsta heyst, sigur Enrico Letta, fyrrverandi forsætisráðharri í Italia. Enrico Letta sigur seg síggja nógv myrk skýggj í havsbrúnni, tí fíggjarliga gongdin í Grikkalandi er framvegis vánalig, og nógvir av stóru peningastovnunum í ES eru undir stórum trýsti. Tá fíggjarkreppan byrjaði seinast, var tað europeiski miðbankin sum tók um endan, men stóri spurningurin er, um hann er førur fyri at gera tað einaferð aftrat, sigur Enderlein. Størsta hóttanin er, um fólk halda, at eitt land fer úr evrusamstarvinum. Tá velja tey at taka pengarnar úr bankunum og seta teir í bankar í øðrum londum. Tað kann gera enda á peningastovnunum, sigur Henrik Enderlein, professari í politiskum búskapi. Hópurin Gunnar Nielsen FH Teitur M. Gestsson HB Kristian Joensen KÍ Sonni Ragnar Nattestad Fylkir Atli Gregersen Víkingur Jónas T. Næs B36 Rógiv Baldvinsson Vidar Viljormur Davidsen Vejle Jóhan Troest Davidsen HB Bárður Hansen Fremad Amager Kaj Leo í Bartalsstovu FH Róaldur Jakobsen B36 Sølvi Vatnhamar Víkingur Árni Frederiksberg NSÍ Brandur H. Olsen Randers Heini Vatnsdal Fremad Amager Hallur Hansson AC Horsens Rene S. Joensen Vendsyssel Fróði Benjaminsen HB Klæmint Olsen NSÍ Páll Kletsskarð KÍ Jóan Símun Edmundsson OB Gilli Rólantsson Brann Blankskáli er kend fyri framúr góðan sólargang og har vaks eitt nú korn serliga væl. Men eitt stórt skalvalop í 1809 gjørdi, at fólkið flutti burtur og tey somu fólkini bygdu Syðradal á eystursíðuni í Kalsoynni. Í juli mánaði í ár var stórt hátíðarhald á Syðradali í sambandi við at bygdin fylti 200 ár, og í tí sambandi varð eisini ein minnispáta reist á Blankskála til minnis um tey, ið har búleikaðust. Hetta var gott høvi at fara Við Tórði á túri til Blankskála, her vit hitta fleiri fólk, ið høvdu forfedrar, sum búleikaðust har. Eisini fólk, ið hava havt jørðina har um hendi. Líkt er til, at Pólland nú fer at banna allari fosturtøku. Fríggjadagin sendi ein meiriluti í pólska tinginum eitt umstrítt lógaruppskot til viðgerðar í lógarnevndini. Við hesi nýggju lógini skal tað gerast enn torførari hjá polskum kvinnum at fáa fosturtøku. Bara um tað stendur um lív hjá kvinnuni skal fosturtøka fremjast. Uppskotið fær stuðul frá katólsku kirkjuni í Póllandi, sum tó ivast í, um tað er rætt at fongsla kvinnur sum hava fingið fosturtøku. Nýggju lógaruppskotini hava havt við sær nógv og hvast orðaskifti, og mótmæli hava verið bæði fyri og ímóti fosturtøku í fleiri polskum býum. Upprunan til lógaruppskotið eigur borgararørslan Steðgið fosturtøku, sum hevur savnað eina hálva millión undirskriftir frá fólki, sum eru ímóti fosturtøku. Fríggjadagin vístu tingfólk samstundis aftur einum uppskoti frá borgararørsluni Bjarga kvinnunum, sum hevur savnað 200.000 undirskriftir. Tær skjóta upp at loyva fosturtøku fram til 12. viku í viðgongutíðini. Polsk lóg bannar frammanundan fosturtøku uttan tá kvinnan er neyðtikin, tá ið heilsustøðan hjá mammuni er í vanda ella tá fostrið er álvarsliga sjúkt. Fíggjarnevndin umrøddi málið um stuðul til SALT í farnu viku, og fríggjakvøldið var býráðsfundur á Tvøroyri, har málið varð umrøtt. Kristin Michelsen, borgarstjóri sigur, at býráðið samtykti einki á fundinum, men hann sigur at arbeitt verður framvegis við at fáa greiðu á fleiri spurningum, og gongd er í málinum, sigur hann. Nýggjur býráðsfundur er kortini ikki ásettur, sigur borgarstjórin. Saltsilogrunnurin hevur fingið at vita frá A.P. Møller grunninum, at hann er sinnaður at játta upp til tríggjar milliónir krónur aftrat til Saltsilogrunnin. Men treytin frá A.P. Møller grunninum er, at onkur annar kemur við eins nógvum pengum, so Saltsiloin á Drelnesi kann gerast liðug. Íløgurnar hjá landinum eru umhugsaðar av nýggjum í eini roynd at tálma útreiðslurnar á fíggjarlógini næsta ár. Tað sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, sum fríggjadagin leggur fíggjarlógaruppskotið fyri Løgtingið. Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, vil ikki siga, um nøkur broyting í skattaviðurskiftunum hjá borgarunum er í fíggjarlógaruppskotinum. Viðvíkjandi avgjøldum, sigur landsstýriskvinna, at tað ikki er aktuelt við fleiri avgjøldum, tí inntøkuvøksturin hjá landskassanum er so stórur í løtuni. Sambært fundarfrásøgnum í málinum var bara eitt tilboð viðgjørt í býráðnum áðrenn samtyktina. Avtala er gjørd við svenska felagið, Hydro Sport, um vatnrussjibana fyri smáar tvær milliónir krónur. Við uppseting og øðrum útreiðslum kemur kostnaðurin upp um tríggjar milliónir. Avgerðin, um ikki at bjóða arbeiðið út, kemur av, at býráðið hevur álit á tilmælunum frá kommunalu umsitingini, sigur Annfinn Brekkstein, býráðslimur fyri Sambandsflokkin. Stórasystirin, Drós Sveinsdóttir, og sálarfrøðingurin, Kathrina Lindenskov Holm, greiða frá, hvussu tað er at verða avvarðandi hjá hjartasjúkum børnum. Vit viðgera hesi evni Hví er tað so ókul at halda hámarksferðina á landsvegnum Ein kvinna vil hava vaskikonu, men maðurin, sum er sjómaður, heldur ikki, hetta er eitt gott hugskot, og ein maður spyr Eri eg ein nóg góður kristin, tá eg ikki gangi ofta í kirkju Ein maður um 30 ára aldur er í løtuni til grundlógaravhoyring í rættinum fyri at hava smuglað amfetamin til Føroya, og fyri at hava ein ella fleiri samsekar í lógarbrotinum. Ákærin kravdi, at grundlógaravhoyringin skuldi verða fyri afturlatnum hurðum, tí upplýsingar kunnu koma fram undir avhoyringini, ið samsek, sum framvegis ganga leys, kunnu fáa nyttu av, og kunnu tarna løgregluni í kanningararbeiðnum. Verjin hjá manninum tók hinvegin ikki undir við afturlatnum hurðum. Hann vísti á, at maðurin hevur játtað seg sekan í at hava smuglað, men hann játtar seg ikki sekan í, at hann skuldi lata amfetaminið til onnur. Dómarnir avgjørdu, at grundlógaravhoyringin skal fara fram fyri afturlatnum hurðum, tí tað er hetta slagið av málum, og at ein ella fleiri medgerningsmenn kunnu ganga leysir, og tí kanningararbeiðið hjá løgregluni ikki er liðugt enn. Sostatt fæst ikki at vita, hvussu stóra nøgd av rúsevninum, amfetamin, maðurin skal hava smuglað, og fjølmiðlar og onnur, sum ikki hava við løgreglu ella rættarverkið at gera, vórðu rikin á dyr. Grønlendska fakfelagið, SIK, ávarar móti sosialari dumping. Grønlendska landsstýrið fyrireikar lógaruppskot, ið skal tálma streyminum av gestaarbeiðarum. Lógaruppskotið hjá grønlendska landsstýrinum skal tryggja, at grønlendingar koma fremst í bíðirøðina til arbeiði. Atfinningar eru móti lógaruppskotinum, skrivar Sermitsiaq. Fakfelagið, SIK, ivast í, um lógarteksturin er nóg greiður til, at hann kann verja lokalu arbeiðsmegina móti kapping frá fremmandum. Tað eigur at verða soleiðis, at arbeiðsgevarin skal grundgeva fyri, hví hann velur frá grønlendska arbeiðsmegi, vísir grønlendska fakfelagið, SIK, á. Vit vita, at nógv dømi eru um kronglan, sum í ávísum førum kann hava feril av sosialari dumping, skrivar SIK í hoyringssvarinum til lógaruppskotið. Fyritøkur sleppa sær undan reglunum við at geva noktandi svar, ið er grundað á falskar grundgevingar, vísir fakfelagið eisini á sambært Sermitsiaq. Trúvirðið á miðfyrisitingina eftir sera ivasomu handfaringina av starvsfólkamálinum hjá deildarleiðaranum, Anni á Hædd, er undir trýsti. Higartil hevur gølan verið avmarkað til Heilsu og innlendismálaráðið og aðalstjóran har, men nú vendir kastljósið eisini móti Løgmansskrivstovuni og Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóra. Ráðið ikki hevur hildið notatskylduna, og aðalstjórin hevur, sambært sær sjálvari, latið frá sær fyrisitingarliga avgerðarrættin til tveir advokatar úti í býnum , hóast hetta er ikki lógligt. Og so hjálpti tað heldur ikki uppá trúvirðið, at aðalstjórin samstundis var næstforkvinna í fakfelagnum, sum umboðaði deildarleiðaran, sum var umboðað av sama fakfelag í stríðnum móti sínum aðalstjóra. Tað var í eini samrøðu um hetta seinasta gegnistrupulleikan hjá aðalstjóranujm og skalaða trúvirðið á embætisførsluna í aðalráðnum, at Útvarpið tann 30. august gjørdi samrøðu við Marjuna Hanusardóttir, løgmansstjóra. Hon er sum tað eitur á fyrisitingarmáli fremst av líkafólki. Tað vil siga, at hon er tann, sum í evsta føri skal umvegis løgmann syrgja fyri, at alt ruggar rætt og, at fyrisitingarligar reglur verða hildnar, og at trúvirðið er í lagi. Tí spurdi útvarpið løgmansstjóran tann 30. august, um hon visti um málið, sum leikaði í í Heilsu og Innlendismálaráðnum, har aðalstjórin var í tveimum hattum í senn og sat so at siga báðu megin borðið í starvsfólkamálinum. Løgmansstjórin leggur í svarinum sjógv millum seg og málið, og Marjun Hanusardóttir svarar týsdagin 30. august Eg visti at málið var har, men eg havi ikki verið inni í málinum. Men tað er ikki satt, sum løgmansstjórin sigur hendan dagin. Tí meira enn eina viku frammanundan hevur Marjun Hanusardóttir verið so langt inni í sjálvum málinum, at hon hevur boðið deildarleiðaranum í Heilsu og Innlendismálaráðnum eitt løgfrøðingastarv undir sær sjálvari. Tað sæst í teldubrævi, sum Útvarpið eftir drúgva tíð hevur fingið innlit í frá Løgmansskrivstovuni. Brævið er frá Anni á Hædd og stílað beinleiðis til Marjuna Hanusardóttir við uppfylgjandi spurningum um hetta starvið. Góða Marjun, Kann eg fáa eitt prát við teg um mína støðu Havi júst fingið eitt tilboð , sum eg ikki kenni innihaldið av og har ert tú nevnd, eg endurgevi Hon Gunn Ellefsen, advokatur sigur, at tey hava tosað við Marjun Hanusardóttir fyri at vita um okkurt løgfrøðingastarv er at seta teg í. Svarið var játtandi eitt starv sum løgfrøðingur á onkrum stovni undir Marjun er til tín. Eg kundi hugsa mær at hoyrt meira um hetta, áðrenn eg taki støðu. Hevur tú eina løtu til mín í dag ella í morgin, Marjun Heilsan, Anni Vit ætlaðu at spyrja, hví hon sigur ósatt tann 30. august. Vit ætlaðu eisini at spyrja, hvussu tað ber til, at teldubrævið ikki verður journalført á Løgmansskrivstovuni fyrr enn fyrradagin, altso eftir at Útvarpið beinleiðis hevur víst til starvstilboðið frá løgmansstjóranum til Anni á Hædd. Útvarpið fleiri ferðir spurt, um Løgmansskrivstovan hevði nakað skjal í málinum, men tað hevði Løgmansskrivstovan ikki, hevur svarið verð. Men tá Útvarpið seinasta fríggjadag beinleiðis vísir til tilboðið frá løgmansstjóranum, so er svarið brádliga, at hetta er heilt annað mál, enn tað, Útvarpið áður hevur víst til. Útvarpið hevur bara fingið innlit í teldubrævið frá Anni á Hædd. Vit hava ikki fingið innlit í upprunaliga tilboðið frá løgmansstjóranum, sum er eitt telefonnotat, og vit hava heldur ikki fingið triðja skjalið í goymsluni, sum er dagfest í dag, og sum bara kallast notat . Hví bara teldubrævið frá Anni á Hædd er leysgivið, men ikki skjølini, sum lýsa embætisførsluna á Løgmansskrivstovuni, hevur Útvarpið onga frágreinging fingið um. Í nátt bresta bæði forsetavalevnini í USA, Donald Trump og Hillary Clinton, saman í fyrstu politisku hólmgonguni upp undir forsetavalið 8. november. Sólvit E. Nolsø, stjórnmálafrøðingur, sigur, at nú vil veljarin hava at vita frá báðum valevnunum, hvønn politikki tey ætla reka í Hvítu Húsunum í Washington. Føroyar hava fingið sín fyrsta stórmeistara í talvi. Tað hendi á talvolympiaduni í Aserbadsjan herfyri. Helgi Dam Ziska skrivaði søgu, tá hann í næstsíðsta umfari vann í dystinum móti Bolivia. Sigurin bar í sær, at hann leyk treytirnar í kravinum um annan og triðja GM normin, sum hann í nøkur ár hevur roynt at rokkið. Higartil hava tríggir føroyskir telvarar verið altjóða meistarar í talvi. Lopið haðani til stórmeistaraheitið er stórt. Fyri føroyska telving er tí talan um veruligt gjøgnumbrot. Helgi telvaði sera væl á 1. borði á føroyska landsliðnum á olympiaduni í Baku. Hann tapti bara eitt talv tað var í dystinum móti Kina, sum vann olympiaduna seinast. Afturímóti eydnaðist nýklakta stórmeistaranum í dystinum móti Bulgaria at fáa javnt móti Veselin Topalov, sum er nummar 10 í heiminum. 2016 er eitt minniligt ár hjá Helga Dam Ziska. Hann gjørdist liðugur við hægri lestur á lærdum háskúla í Edinburgh, hann flutti heim aftur at búgva, og gjørdist nú stórmeistari í talvi. Suni Merkistein hitti Helga Dam Ziska nú hann kom heim aftur sum stórmeistari. Hillary Clinton vann fyrsta umfar um at gerast næsti forseti í USA móti Donald Trump. Hetta eru eygleiðarar á einum máli um eftir fyrstu sjónvarpshólmgonguna millum amerkonsku forsetavalevnini í nátt. Hildið verður, at 80 til 100 milliónir fólk fylgdu hólmgonguni millum Donald Trump og Hillary Clinton í sjónvarpinum. Tað ger ICES, tí ein roknivilla er funnin. Tað gevur møguleikar til at hækka samlaðu veiðuna av makreli, skrivar Havgranskingarstovnurin í Bergen. Broytingin hevur við sær, at útrokningar hjá ICES nú vísa, at gýtingarstovnurin av makreli er 14 prosent hægri enn upprunaliga mett. Tilmælið frá ICES er nú er ein samlað veiða av makreli í ár uppá sløk 774.000 tons, ímóti góðum 663.000 tonsum, sum var í upprunaliga tilmælinum. Í summar hoyrdi ein suðuroyingur, at ein smásteinur datt av kettuni á gólvið. Knappliga fór smásteinurin til gongu. Hann vísti seg at vera ein skógarmotta, ið er vorðin alsamt vanligari í Føroyum. Jens Kjeld Jensen, flogkykn frøðingur, vitjaði útvarpsstovuni at greiða frá tveimum góðum og einum keðiligum tíðindum. Skótahjálpin fer í ár til hjálpararbeiðið hjá Logos Hope, og tey hava avgjørt, at tey vilja hjálpa børnum í Ghana. Eisini verður latið til sjúklingahotellið í Keypmannahavn, so tey kunnu keypa leikur og annað til børnini, sum eru á sjúklingahotellinum. Morgunsendingin hevur tosað við Dánial Petur Abrahamsen og Petur Paula Christiansen, sum sigla sum maskinmeistarar við Logos Hope. Eisini tosaðu vit við Daniellu, Maiken, Ásu og Arinu, sum fara at banka á dyrnar hjá tær. At enda er tað Ingibjørg Winther frá skótahjálpini, sum greiðir frá. Kommunan hevur umvælt útgerðina og ljósini rigga nú aftur. Skaðin er mettur at kosta nakrar túsund krónur, skrivar Sunda kommuna á heimasíðuni. Felagið Gjómaður setti ljós í Gjónna og handaði kommununi ljósini í september í fjør. Kommunan meldar ikki málið til løgregluna í fyrsta umfarið, men tekur í staðin stig til at tryggja at slíkt ikki hendir aftur. Av trygdarávum vórðu ljós sett í Gjónna í fjør, og tá tey vórðu sett upp, varð mett, at tað var bæði skilagott og áhugavert at tey eisini vóru í litum. Kommmunan hevur fingið loyvið frá Yvirfriðingarnevndini at lata ljósini lýsa til serlig høvi. Ljósini koma at lýsa aftur í litum síðsta vikuskifti í oktober, tá tónleikatiltak verður við Gjógv. Orsøkin er, at alsamt fleiri fólk velja at eta fisk. Ein uppgerð hjá danska stovninum, Landbrug og Fødevarer, vísir, at um 10 ár verður tørvur á 30 milliónum fleiri tonsum av fiski, skrivar Fødevarewatch. Mett verður, at vanligi fiskiskapurin bert fer at vaksa við einum prosentstigi næstu 10 ár, meðan vøksturin av aldum fiski verður minst 38 prosentstig. Gongdin hevur fingið heimsnáttúrustovnin, WWF, at tala at, og stovnurin vísir á, at alt ov lítið eftirlit er við alingini kring heimin, serliga í londum uttanfyri ES. Talan er longu um ógvusliga dálking frá alingini, og tað hevur við sær at stór øki verða oyðiløgd og sjúkur av ymsum slag breiða seg, sigur Christoph Mathiesen, ráðgevi hjá WWF. Samstundis, sum fiskur ið sleppur úr alibrúkum, kappast vit villa fiskin, sigur ráðgevin í heimsnáttúrustovninum, WWF, sambært Fødevarewatch. Tónleikurin á Funeral er organiskur og akustiksur við klaveri, ukulele og strúkarum. Røddin er frammaliga í ljóðmyndini og eyðkenda falsettin ongantíð langt burturi. Heiðrik á Heygum fer um vikuskiftið at spæla útgávukonsertir í Føroyum. Ein verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, og tann stóra, við Kata, videotilfari og snikkaðum, palli, verður í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið. Vit hoyra ævintýr í Barnaútvarpinum. Ævintýrini eru úr bókini Einaferð var tað. Jakob Jakobsen savnaði saman og Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2014. Hesa ferð hoyra vit ævintýrið Tað gráa eslið. Lydia Didriksen endursegði og Marita Dalsgaard lesur. Dánjal Tavsen ger ljóðmyndiina. Vit hoyra ævintýr í Barnaútvarpinum. Ævintýrini eru úr bókini Einaferð var tað. Jakob Jakobsen savnaði saman og Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2014. Hesa ferð hoyra vit ævintýrið Meistari yvir meistara. Oddfríður Marni Rasmussen endursegði og Hans Tórgarð læs. Hallur Thommsen gjørdi ljóðmynd. Eg hugsaði ikki, at ein óformligur fyrispurningur um flyting kundi fatast, sum at Løgmansskrivstovan hevði verið inni í sjálvum disiplinermálinum hjá Heilu og Innlendismálaráðnum. Í innslagnum kom fram, at Marjun Hanusardóttir tann 30. august segði við útvarpið , at hon ikki hevði verið inni í málinum um Anni á Hædd, deildarleiðara í Heilsu og Innlendismálaráðnum. Tað er málið, sum byrjaði við, at aðalstjórin í ráðnum ætlaði at burturvísa Anni á Hædd, men sum endaði við, at aðalstjórin bakkaði og gav henni eitt serfrøðingastarv ístaðin. Innlit, sum tað loksins eydnaðist Kringvarpinum at fáa frá Løgmansskrivstovuni í gjár, vísir, at Marjun Hanusardóttir hevði verið inni í málinum í minsta lagi 10 dagar frammanundan, at hon annars segði tað øvuta við útvarpið. Tað vil siga, at løgmansstjórin sjálv hevði verið inni og roynt at loyst málið, sum byrjaði sum ein ætlan um burturvísing, men endaði við, at Anni á Hædd fekk eitt serfrøðingastarv. Tað eydnaðist ikki útvarpinum at fáa eina viðmerking frá Marjun Hanusardóttir í gjár. Men í morgun er eitt skrivligt svar komið umvegis kunningarráðgevan á Løgmansskrivstovuni. Har skrivar Marjun Hanusardóttir, at tey á Løgmansskrivstovuni fata málið sum tvey ymisk mál øðrumegin eitt disiplinermál móti Anni á Hædd og so eitt annað mál hinumegin um at flyta eitt starvsfólk. Út frá hesum logikki svaraði løgmansstjórin tann 30. august, at hon ikki hevði verið inni í málinum , tó at hon tvær vikur frammanundan hevði boðið henni starv. Løgmansstjórin endar svar sítt soleiðis Nú so nógv er sagt og skrivað um hetta mál, og tað hoyrist, at Løgtingsins umboðsmaður er farin at vísa áhuga fyri handfaringini av hesum starvsfólkamáli, haldi eg tað vera best at lata hana gjøgnumganga tað og gera sína niðurstøðu, skrivar Marjun Hanusardóttir. Løgtingsins Umboðskvinna er farin undir innleiðandi kanningar av málinum í Heilsu og Innlendismálaráðnum. Men hesar kanningar fevna í løtuni ikki um handfaringina av málinum á Løgmansskrivstovuni og leiklutin hjá Marjuni Hanusardóttir, løgmansstjóra, í tí sambandi. Í dag verður greitt, hvør skal gera Eysturoyartunnilin og helst eisini Sandoyartunnilin, og hvat endaligi prísurin fyri Føroya størstu verkætlan verður. Báðir tunlarnir verða gjørdir í somu verkætlan, og prísurin verður umleið tvær milliardir krónur til samans hevur ligið í kortunum. Vit hoyra ævintýr í Barnaútvarpinum. Ævintýrini eru úr bókini Einaferð var tað. Jakob Jakobsen savnaði saman og Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2014. Hesa ferð hoyra vit ævintýrið Risans klóta. Oddvør Johansen endursegði og Súsanna Tórgarð lesur. Dánjal Tavsen ger ljóðmyndina. Vit hoyra ævintýr í Barnaútvarpinum. Ævintýrini eru úr bókini Einaferð var tað. Jakob Jakobsen savnaði saman og Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2014. Hesa ferð hoyra vit ævintýrið Teir sjey svanirnir. Arnbjørn Ó. Dalsgarð endursegði og Marita Dalsgarð lesur. Dánjal Tavsen gjørdi ljóðmyndina. Vit hoyra ævintýr í Barnaútvarpinum. Ævintýrini eru úr bókini Einaferð var tað. Jakob Jakobsen savnaði saman og Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2014. Hesa ferð hoyra vit ævintýrið Vatndrýladrongurin. Arnbjørn Ó. Dalsgarð endursegði og Hans Tórgarð lesur. Finnur Hansen gjørdi ljóðmyndina. Um Víkingur og KÍ greiða sínar skyldur hetta vikuskiftið, so heldur spenningurin sær til seinasta umfar, tað sigur Leivur Frederiksen, ítróttarredaktørur í Kringvarpinum. Fiskimálaráðið umrøður í løtuni hvat skal gerast, nú kvotan er hækkað. Tí er avgerð ikki tikin um, hvat skal gerast við fiskin. Føroyar hava eina avtalu við Noreg og ES um makrelin Tí mugu broytingar gerast í samstarvi ímillum partarnar, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Hann fær í løtuni einki sagt um, hvat úrslitið verður av broytta tilmælinum hjá ICES. Men ein avgerð verður tikin sum skjótast, sigur hann. ICES mælir til at hækka TAC ið av makreli í ár, úr 663.000 tonsum upp í 774.000 tons. Ein munur sum er 111.000 tons. Orsøkin er, at ein roknivilla er komin undan kavi, og nú roknivillan er rættað, hækkar gýtingarstovnurin av makreli. Gýtingarstovnurin er 14 prosent hægri, enn fyrr mett. Tí mælir ICES til at hækka veiðuina av makreli 16 prosent í ár, ella við 111.000 tonsum. Vit vilja ikki finna okkum í, at okkara firðir verða dálkaðir og brúktir til aling, um vit ikki fáa arbeiðspláss á landi. Tað sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vági, sum vil hava landspolitikarar at finna eina eina loysn uppá aliloyvini í Suðuroy. Bakkfrost hevur boðað frá, at kryvjivirkið í Vági letur aftur um ikki betri grundarlag fæst til at nútímansgera virkið. Landsbankanum er ikki lív lagað, um hann verður endurstovnaður, tí tað hevur ikki eydnast Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, at fáa eina breiða semju um at endurstovna Landsbankan. Hetta ger Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, greitt. Bárður á Steig Nielsen vil, eins og formaðurin í Fólkaflokkinum, ikki vita av Landsbankanum, tí hann er óneyðugur og kostnaðarmikil súmbolpolitikkur, sigur formaður í Sambandsflokkinum. Verður Landsbankin endurstovnaður nú, verður hann avtikin aftur, tá Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin koma aftur til valdið. Bjarni á Steig, yvirlækni á medisinska deplinum og kliniskur ábyrgdahavari av Fargen verkætlanini, greiðir frá, hvat læknavísindin kann brúka granskingina til, og hvat gagn vit brúkarar kunnu fáa av genom skrásetingini. Birita Ludvíksdóttir, forkvinna í arbeiðsbólkinum, ið gjørdi genomálitið, greiðir frá teirra arbeiði og frá lógarkørmunum á økinum, og Nomi Gregersen, verkætlanarleiðari hjá Fargen, er beinleiðis í útvarpsstovuni, klár at svara spurningum frá lurtarum. Við Tórði á túri á Blankskála , sum var í Útvarpinum í gjár og aftur fyrrapartin í dag, fekk eitt heilt serligt høvi at vitja avtoftaðu bygdina í Kalsoynni saman við eftirkomarum hjá teimum, sum búleikaðust har. Túrurin var 4. juli, tá ein minnispláta yvir tey, ið fluttu burtur eftir stóra skalvalopið í 1809, var avdúkað á Blankskála. Leivur Sørensen og Tórður Mikkelsen hava tikið hesar myndinrar frá minniliga túrinum av Sy radali til Blankslála. Summi gingu og onnur sigldu. Norsku byggifyritøkurnar, AF Gruppen og NCC, bjóða sær til at gera Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin, og báðar fyritøkurnar liggja lið um lið í kappingini um at fáa størstu byggiverkætlan í føroyskari søgu. Tilboðini vórðu kunngjørd seinnapartin, men kappingin er ikki avgjørd enn, tí bara hálv sekstanda millión krónur er er millum tilboðini. Munurin er sera lítil, tí talan er um eina verkætlan, sum fer at kosta góðar tvær milliardir krónur. Tilboðið frá NCC er 1.891 milliardirkrónur og tilboðið hjá AF gruppen er 1.876 milliardirkrónur. Stjórin í Tunnilsfelagnum, Teitur Samuelsen, fegnast um, at tilboðini liggja so tætt, tí tað er tekin um, at feløgini hava gjørt sær ómak. Báðar fyritøkurnar eru norskar, og báðar kenna til føroysk viðurskifti. NCC gjørdi bæði Vága og Norðoyatunnilin, og AF Gruppen hevur bjóðað upp á tunnilsverkætlanir í Føroyum. Sáttmáli verður skrivaður við eina av fyritøkunum í november, og tá væntar Teitur Samuelsen eisini, at fíggingin fyri tunlarnar er fingin. Teitur Samuelsen, stjóri í tunnilsfelagnum, kann í dag ikki siga, um undirveitarar í Føroyum verða partur av sáttmálanum við norsku fyritøkuna. Tó sigur hann, at tað er eitt greitt ynski hjá Tunnilsfelagnum, at so nógvir føroyingar sum tilber verða við í arbeiðnum at byggja tunlarnar. Tilboðini fevna um sjálva tunnilsgerðina, vegagerð í tunlinum og allar innleggingar, sum ikki hava við streym at gera. Tað arbeiðið verður boðið út seinni, og fer at leggja umleið 10 15 prosent aftrat kostnaðinum. Eingin avtala er um, at Hvalbiarfjørður skal leggjast saman við Trongisvági í einum og sama loyvi. Tað sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, ið er farin at endurskoða alilógina. Hann fer ikki at lata seg trýsta til at leggja økini í Suðuroynni saman nú, áðrenn lógararbeiðið er liðugt, sigur hann. Var talan um ein fótbóltsdyst, fyrsta orðaskiftið millum forsetavalevnini í USA, Hillary Clinton og Donald Trump, so vann demokratiska valaevnið, Clinton, dystin trygt. Tað tykist semja vera um eftir kjakið teirra millum í nátt. Føroyskur fótbóltur er á einum vegmóti, men nú er avgerð tikin um at seta í hægri gir. Fýra fótbóltsmennarar eru settir at byrja 1. januar, og tað er eitt statement, sum vil nakað, sigur Pætur Smith Clementsen. Hann hevur høvuðsábyrgd av ítróttarliga partinum hjá feløgunum í Føroyum, sum fevnir um venjaraútbúgvingar, u landsliðið og menning av øllum føroyskum fótbóltsleikarum. Pætur Smith Clementsen fer á Vinnudegnum at tosa um, hvussu man arbeiðir við at skapa eitt umhvørvið, sum stimbrar undir menning, læring og góð úrslit í einum stovnið við nógvum ymiskum málbólkum. Fríggjadagin verður skipað fyri eldradegi í Havn, og tá skulu Marin og Eydna siga frá um eldralinjuna. Hetta verður í Ebenezer klokkan 13.30 Fólk koma ofta inn á flogvøllin við høvdinum undir arminum, sigur Jana Jacobsen, samskipari og starvsfólk á Visit Vágar millum annað í sendingini, Ferðin gjøgnum flogvøllin. Vit kenna øll flogvøllin í Vágum, týdningarmesta portur okkara til útheimin, har vit í dag fara á rannsóknarferð í almennum rúmum, vit javnan ferðast í, kanska uttan at geva teim gætur. Flogvøllurin, eitt millumrúm, ið hvørki er endamálið við ferðini út í heim, ella í komuni til landið. Eitt rúm, ið fyri mong er merkt av strongd, væntanum, væntandi yvirliti, gleði og kanska eisini óttanum fyri at flúgva. Men hvør er samleikin hjá flogvøllinum í Vágum Hvussu er hetta rúmið hugsað, hvørjar kenslur skapar tað í okkum, og hvørjar kenslur eru lagdar í tað og hví Forkvinnan í Kris, Beinta M. Pedersen, greiðir frá ætlanunum at savna inn pengar til at byggja nýtt viðgerðarheim fyri fólk við seinárinum av kynsligum ágandi og til teirra avvarðandi. Jørn Astrup Hansen skrivaði tann 16. apríl undir yvirskriftini, Eik Fup eller fakta , eina grein í Sosialinum, har hann millum annað sigur, at TAKS hevur fingið skeivar og villeiðandi upplýsingar frá EIk. Eisini skrivar hann, at tað er ilt at trúgva, at TF Holding og nevndarformaðurin í bankanum hava verið í góðari trúgv, tá leiðslan í Eik og TF Holding royndu at lensa landskassan fyri 90 milliónir krónur, bankin ikki hevði rætt til. Jørn Astrup Hansen váttar í dag, at hansara sakførari hevur fingið eina stevning. Í stuttari viðmerking sigur Jørn Astrup Hansen, at hann er vónbrotin og harmur um, at vera stevndur. Birna Heinesen, dramaturgur, Búi Dam, sjónleikari, og Hanus Kamban, rithøvundur, ummæla nýggja leikin Havfrúgvin. Eisini tosa vit við sjónleikaran Sofíu Nolsøe Mikkelsen, sum er á palli í rhus og Keypmannahavn við sjónleikarkonsertina American Spirit, ið er við tónleiki hjá Johnny Cash og harumframt ein ferð ígjøgnum amerikanska samfelagið. Og vit hitta arkitektarnar Heidi Poulsen og Ole Jensen, nú stundar til arkitekturdagarnar 2016, sum byrja fríggjadagin. Tú kanst hoyra sendingina her Klaksvík var fyrsta kommunan í landinum, sum fekk sær ein politikk, sum skal gera tað høgligari hjá útlendingum at finna seg til rættis í føroyska samfelagnum. Men Klaksvíkar býráð sigur, at samstarv millum kommunur og landið hevur gjørt eina siðvenju, sum sigur, at integrasjón er neyðugt, almannagagnligt arbeiði, sum kommunur hava loyvi til at gera. Klaksvíkar kommuna setti fyrst David Im at orða ein integrasjónspolitikk, sum so varð settur í gildi fyrst í mai í fjør. Hetta er fyrsti orðaði integrasjónspolitikkur í Føroyum. Fyri einum ári síðan varð ein integrasjónsnevnd sett í Klaksvík. Í nevndini eru fimm útlendingar umframt borgarstjóran og ein býráðslim. Nevndin, sum tók við 1. oktober í fjør, hevur havt fimm fundir, tveir í fjør og tríggjar í ár. Arbeiðið hjá nevndini er nú eftirmett, tí fyrsta árið var eitt royndarár. Eitt russiskt skip lastaði vørur frá Varðunum Pelagic, og í sambandi við hetta arbeiðið kom ein maður av skipinum fyri ein trukk á bryggjuni. Maðurin, sum er 30 ára gamal, varð lagdur í koma og fluttur á Landssjúkrahúsið. Arbeiðseftirlitið fer til Tvøroyar í dag at kanna óhappið. Av tí sama varð málið ikki avgreitt í Føroya rætti mikudagin. 63 ára gamli maðurin, sum er ákærdur fyri barnaporno, hevur játtað seg sekan í at hava havt barnaporno á telduni. Maðurin sigur seg ikki vera sekan í ákæruni um at hava latið øðrum barnapornografiskt tilfar. Tað var júst tann spurningurin, ið fekk alla umrøðuna í rættinum seinnapartin mikudagin. Ein skipan, ið verður brúkt til at deila fílur við, sum eitur eMule , hevur avgjørdan týdning í tí sambandi, tí júst tann skipanin var á telduni hjá tí ákærda, tá løgreglan kannaði hana. Eftir tí telduskipanini ber til hjá øðrum at taka tilfar frá tí, sum tekur niður tilfar av ymsum slag, um viðkomandi ikki forðar fyri tí. Hóast myndir síðani vórðu vístar av tí, sum løgreglan fann hjá tí ákærda, tá hon fór eftir honum í desember í 2014, setti verjin spurnartekin við tað. Hann kundi vísa rættinum sjónbandaupptøkur, ið vórðu gjørdar heima hjá tí ákærda, og hvussu eMule skipanin virkaði, tí hon stóð frá, tá løgreglan kom á staðið. Eftir tí, ákæruvaldið legði fram, vístu upptøkurnar, at 10 fólk fingu barnapornografiskt tilfar frá tí ákærda, tá løgreglan hugdi í telduna. Ákæri og verji hava lagt síni skjøl fram í málinum. Av tí at tað dróg út seinnapartin í gjár, avráddi dómarin við partarnar at taka sakarmálið uppaftur fríggjamorgunin. Tá verður dómsviðgerðin ella proceduran. Talan er um eitt langt mál, tí tann ákærdi hevur, sambært ákæruvaldinum, fingist við barnapornografiskt tilfar frá 1. mai í 2007 til 4. desember í 2014. 63 ára gamli maðurin er ákærdur fyri at hava 6.485 myndir og 14.554 filmsbrot á telduni, av persónum undir 18 ár, umframt at hann er ákærdur fyri at hava latið øðrum barnapornografiskt tilfar. Ákæruvaldið hevur býtt tilfarið upp í trý, myndir og brot við ongum seksuellum tilfari, við seksuellum tilfari, og serliga grovum seksuellum tilfari av persónum undir 18 ár. Hann er ákærdur eftir grein 235 í revsislógini, grein 1 og 2, og møguliga grein 21. Eftir grein 1 kann maðurin dømast í fongsul upp til tvey ár, og í serligum førum upp í seks ár. Eftir grein tvey kann revsingin vera fongsul í eitt ár. SEV hevur ov mikið at gera við at veita vinnulívinum tænastur, nú uppgangstíðir eru, og so nógv ferð er á byggivinnuni, at nóg mikið heldur ikki fæst fyri pengarnar, tá bygt verður. Tað sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV. Hvat er høvuðsmálið so stórur virðisvøkstur sum gjørligt, ella atkomuligheit fyri flest Tað spyr vinnan, nú Nýskipanarnevndin er á gáttini við sínum tilmæli um ein nýggjan fiskivinnupolitikk. Arbeiðssetningurin hjá Nýskipanarnevndini er stórur og breiður. Í sendingini umrøða vit lívfrøðina, virðisvøkstur og tilfeingisrentu og atkomuligheitina til fiskiríkidømi. Gestir í Radaranum eru Anfinn Olsen, reiðari og formaður í Reiðarafelagnum, og Atli Gregersen, alari og fiskivinnufrøðingur. Báðir sita teir í vinnuliga hoyringsbólkinum umboðandi Reiðarafelagið og Arbeiðsgevarafelagið. Vit vóru ov lítið faklig og alt ov nógv politisk. Tað sigur Sjúrður Skaale, fyrrverandi politiskur embætismaður í Tinganesi. Við støði í hansara bók um fullveldisætlanina tosa vit um javnvágina millum embætisverk og politikarar. Hetta er uppsjóvarfiskasløgini, sum føroyingar eisini fiska. Sambært felagnum Nótaskipum ljóðar, at ICES fer at mæla til hækkingar í kvotunum bæði fyri norðhavssild, makrel og svartkjaft. Kvoturnar í ár fyri øll hesi trý fiskasløgini eru tó størri enn tilmælið hjá ICES. Fyri svartkjaftin er kvotan góð 40 prosent størri enn tilmælið hjá ICES var. Í avtaluni millum Føroyar, ES og Noreg um makrelin er tann avmarking, at frá 2017 kann kvotan í mesta lagi broytast pluss minus 20 prosent frá ári til árs. Halda londini hesa avtaluna, sum eisini er galdandi í 2017 og 2018, kann føroyska makrelkvotan næsta ár í mesta lagi vaksa 22.500 tons sambært Nótaskipum. Poetry og Aerplanes hjá Teiti var givin út á heimsins størsta plátufelag, Universal, í 2003. Eini 100.000 eintøk vórðu seld av útgávuni, men á stóra plátufelagnum, sum legði nógv fyri í promoveringini av unga føroyinginum, var tað mett sum ein ósigur. Tó stendur Poetry og Aeroplanes í nógvar mátar sterk í dag. Sangir hava verið brúktir í Hollywoodfilmum, til brúdleyp, nógvar endurútgávur eru á netinum, og hetta var eisini útgávan, sum gjørdi, at John Mayer beyð Teiti at spæla á arena konsertferðum. Sjálvur er Teitur fegin um útgávuna í dag. Sangirnir ljóða framvegis væl, sigur hann, og tað er ein máti at definera, at útgávan er væleydnað. Elin Henriksen, lærari á Strondum, heldur, at børn duga illa at málbera seg og verða harvið fremmandagjørd frá umheiminum, tí tey tosa ov lítið við vaksin. Hon skrivaði tí eina áheitan á facebook, har hon millum annað mælti foreldrum til at leggja teldlar og fartelefonir til viks. Og tað vísti seg skjótt, at fleiri eru samd Í 1993 fóru 58 prosent av skattinum í landskassan og 42 prosent fingu kommunurnar. Nú er býtið øvugt, 58 prosent til kommunurnar og 42 til landið. Tað upplýsir Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, í svari til Jenis av Rana, løgtingsmann, sum spurdi um botnfrádráttin í kommunuskattinum seinastu 25 árini. Landsstýriskvinnan fer tó bara 23 ár aftur í tíðina, til 1993, tí verandi skipan við botnfrádrátti í skattskyldugu inntøkuni kom í gildi tá. Í hesi tíðini er botnskatturin í landsskattinum farin úr 22.500 krónum upp í 65.000 krónur. Botnfrádrátturin í kommunuskattinum er farin úr 22.500 í 1993 upp í 30.000 krónur í dag. Eftir botnfrádráttin er landsskatturin stigvaksandi, soleiðis at hægri prosent verður rindað, um inntøkan er hægri. Eftir botnfrádráttin er kommunuskatturin flatur og eins fyri allar inntøkubólkar. Ein 45 ára gamal maður verður í løtuni grundlógaravhoyrdur fyri drápsroynd og grovan harðskap. Hann stakk ein 50 ára gamlan mann í Jónas Broncks gøtu í Havn í gjárkvøldið, eftir at teir báðir vóru farnir til hendurs. Stungni maður fekk kortini einki álvarsligt mein av stinginum. Hildur Hentze, kriminalovasti hjá løgreguni, sigur, at báðir menninir vóru rúsaðir, tá tilburðurin hendi. Skuldsetti maðurin varð handtikin stutt eftir, og hevur verið í varðhaldinum í Mjørkadali, til hann varð førdur í rættin í morgun. Kriminalovastin leggur afturat, at tá grundlógaravhoyringin er liðug, fæst ein greiðari mynd av málinum. Løgreglan hevur biðið um at fáa mannin varðhaldsfongslaðan, meðan málið verður kannað. Í fyrsta umfari, er maðurin skuldsettur fyri drápsroynd. Verður tann skuldsetingin slept, verður 45 ára gamli maðurin skuldsettur fyri grovan harðskap, eins og øll onnur ið nýta knív. Útvarpið fekk áðrenn tíðindasendingina at vita frá løgregluni, at grundlógaravhoyringin er liðug. Maðurin verður varðhaldsfongslaður í tríggjar dagar, meðan løgreglan kannar málið nærri. Hann játtar seg sekan at hava stungið ein annan mann, men noktar at talan var um drápsroynd, sigur Hildur Hentze, kriminalovast, í stuttari viðmerking. Í ár eru innleggingarnar á psykiatrisku deild 114 fleiri í tali í mun til í fjør. Tað vísa tøl frá Landssjúkrahúsinum. Í fjør vórðu tað 267 innleggingar frá januar til septembur, meðan tað í ár hava verið 381 innleggingar. Tormóður Stórá sigur, at hann kennir ikki orsøkina til, hví innleggingarnar eru fleiri í ár. Hendan greinin er dagførd. Upprunaliga stóð í greinini at tríggjar ferðir so nógvar innleggingar hava verið í ár Tað er ikki rætt. Tað hava verið 47 prosent fleiri innleggingar á Psykiatriska deplinum i ár, samanborið við sama tíðarskeið í fjørt. Ein maður fekk skaða í høvdið seint seinnapartin í gjár , upplýsir politiið. Eitt russiskt skip lastaði vørur frá Varðanum Pelagic. Í sambandi við hetta arbeiðið kom ein maður av skipinum fyri ein trukk á bryggjuni. Maðurin var á bryggjuni fyri at telja vørupallarnar, sum fóru í skipið. Annfinn í Soylu hevur havt bakarí í gott 40 ár, men nú gevst hann við bakstrinum. Tað var ikki tann lættasta avgerðin, men nú vil eg hava frí, sigur bakarin á Sandi, Annfinn í Soylu Ottar í Uttastovu og Eplamamman, sum búgva í Trøðum, hava úr at gera hesar dagar, nú tey fyrireika eplafestivalin, sum verður leygardagin 1. oktober. Men tað eru sanniliga ikki bara tey bæði sum rokast við eplafestivalin. Fyri at fáa alt at ganga sum tað skal, eru nógv fólk við í fyrireikingunum. Nú fer oljuprísurin at hækka eina løtu, í øllum førum. Iran, Saudi Arabia og hini londini í OPEC hava avtalað at minka søluna av olju. Ein søgulig avtala, heldur Páll Oddur Rubeksen, leiðari á íløgudeildini hjá Bank Nordik Ov nógv olja er í løtuni á marknaðinum, og tí hava londini í felag valt at tálma framleiðsuna og tað fer helst at elva til príshækking um allan heim. Tað er trupult at siga júst nú, hvussu tað fer at ávirka Føroyar, tí enn er ikki greitt, nær avtalan kemur í gildi Segði Páll Oddur Rubeksen við Una Holm Johannesen. Inntøkurnar hjá limalondunum í OPEC minkaðu niður í eina helvt í fjør. Orsøkin var, at útboðið av olju var nógv størri enn eftirspurningurin, tí Saudiarabia valdi at økja um sína sølu av olju í 2014. Avleiðingin var, at oljuprísurin fall. Ritzau skrivar, at ein tunna av olju kostaði meira enn 100 dollarar í 2014. Fyrr í ár kostaði ein tunna av olju 28 dollarar. Nú fer oljuprísurin at hækka eina løtu í øllum førum. Iran, Saudiarabia og hini londini í OPEC hava avtalað at minka søluna av olju. Ov nógv olja er í løtuni á marknaðinum, og tí hava londini í felag valt at tálma framleiðsuna, og tað fer helst at elva til príshækking um allan heim. Tað er trupult at siga júst nú, hvussu tað fer at ávirka Føroyar, tí enn er ikki greitt, nær avtalan kemur í gildi, sigur Páll Oddur Rubeksen, leiðari á íløgudeildini hjá BankNordik. Ove var maðurin, sum í 1986 útinti stóra bragdið at rógva einsamallur úr Føroyum til Danmarkar í lítlum árabáti. Fólk vóru ovfarin og hugtikin. Mannfjøldin, sum fagnaði Ova, tá hann kom at landi á Longulinju, var tann størsta, sum nakrantíð var savnað í Keypmannahavn at heiðra einstøkum persóni. Frá hesum degi kollveltist lívið hjá Ova. Ansurin fyri honum var ovurstórur, og hann varð dyrkaður sum hetja, hvagar hann fór. Hann hevði ilt við at fóta sær eftir harða róðurin, og fekk ongantíð ein vanligan gerandisdag aftur. Ove var ævintýrari, og lívið hjá honum kann taka seg út sum eitt stórt ævintýr, men víðagitni nólsoyingurin var ein samansettur persónur, sum fá komu at kenna heilt væl. Tey, sum kendu hann best, hitta vit í sendingini. Tey hjálpa okkum at lýsa mannin, sum øll eru upp á fornavn við, men sum ógvuliga fá veruliga skiltu, og sum doyði í bestu árum líka so gátuført, sum lív hansara kann tykjast mongum at hava verið. Økið millum floghavnina, hotellið og SOR bygningin er ein eind, sum serstakliga væl lýsir virksemið undir krígnum, og hetta er eitt av týdningarmestu og sjónligastu krígsminnum í Vágm. Hann sigur, at verður rundkoyringin við omankoyring móti flogvøllinum gjørd har, sum ætlanin er, eru krígsminnini farin fyri skeytið. Ætlanin var eisini at spyrja løgmann, um sitandi samgonga arbeiðir við fullveldisætlanini, men Aksel V. Johannesen bar seg undan at gera samrøðu í dag. Manningarfeløg í Grønlandi eru í øðini um, at almenna reiðaríið, Royal Greenland, hevur verið á Vinnuskúlanum í Havn og dyrgt eftir yvirmonnum Í álitinum um uppskotið hjá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, um Landsbankan og Váðaráðið, mæla samgongufólkini í Fíggjarnevndini, Ruth Vang, Helena Dam á Neystabø, Kristin Michelsen og Pauli Trond Petersen, tí til at strika heimildina. Í eini roynd at tryggja breiðari undirtøku fyri lógaruppskotinum um Landsbankan verður tí í fyrsta umfari mælt til at strika hesa heimild hjá Landsbankanum, siga landsstýriskvinnan og fólkini hjá samgonguni í Fíggjarnevndini. Samgongan mælir eisini til, at øll tey, sum hava trúnaðarupplýsingar hjá Landsbankanum og Váðaráðnum, hava tagnarskyldu so leingi, sum tey liva. Minnilutin í Fíggjarnevndini, Bárður Nielsen, Jacob Vestergaard og Bill Justinussen, sigur, at bæði Landsbankin og Váðaráðið eru óneyðug. Líkindini at spæla seinastu 8 minuttirnar vóru munandi verri enn tey vóru, tá fyrri dysturin bleiv avlýstur. Nógvur vindur og regn. Ættin var tó soleiðis, at ÍF hevði undanvind. Einki mál kom í seinna dystinum, men bæði liðini høvdu møguleikar, sigur Kaysten Rasmussen, sum fegnast um, at hesin dysturin nú er avgreiddur. Tríggjar vinkonur av Viðareiði eru allar fluttar suður til Sands. Teirra yndisstað er Søltuvík. Har eru tær oftani saman við børnunum, sum elska at vera har. Har verður millum annað sagt, at ein uppboðssøla av øllum fiskirættindum í senn hevur við sær stórar váðar og ótryggleikar fyri føroysku fiskivinnuna. Nevndin fer tí at mæla til eina skiftistíð, har bara ein avmarkaður partur av samlaðu fiskirættindunum verður boðin út hvørt ár. Nýskipanarnevndin hevur eisini havt trupult at meta um avleiðingarnar við einari uppboðssøluskipan, tí hon veit ikki um nakað land, sum lutar øll síni fiskirættindi út á uppboðssølu. Nýskipanarnevndin hevur nevnt tveir møguleikar ein leist við uppboðssølu av bæði stutttíðar og langtíðarrættindinum, og ein leist, har øll rættindini verða seld fyri í mesta lagi eitt ár í senn. Nú skal semja finnast Tá Høgni Hoydal hevur fingið álitið, skal hann finna semju um nýggja fiskivinnunýskipan. Landsstýrismaðurin hevur fyrr sagt, at uppskotið um nýggja fiskivinnunýskipan skal fyri tingið í hesari tingsetuni. Í bókini, Ár 2000 tá Føroyar skuldu loysa, endurgevur Sjúrður Skaale millum annað samrøður við Høgna Hoydal á skrivstovuni og í bilinum. Tom Kjær er hospitalsprestur á stórum donskum hospitali. Har hittir hann menniskju, sum fattast orð bæði tá lívið gleðir og tá lívið er svárt. Meduna Dalsgaard, arkitektur, sum hevur verið saman við børnunum seinastu dagarnar, sigur, at børnini hava ógvuliga ymiskar hugsanir um tað, sum kundi verið øðrvísi í byggilistini. Marni Falkvard Joensen fann eitt krúllut hár undir arminum, tá hann var 9 ára gamal. Bára Silvansdóttir tosar um hennara pubertetstíð. Panelið, mannað við Asger Eið, Teresu Reinert, Lauru Gunnváardóttir og Bjarti Sigmundarson, viðger pubertetin. Vit práta eisini um seksual undirvísing í skúlunum. Longu sum 9 ára gamal fann Marni Falkvard Joensen sítt fyrsta hár undir arminum. Hetta var bert byrjanin á fleiri broytingum, ið gjørdu nógv um seg. Eisini greiðir Marni frá, hvussu seksualundirvísingin var, tá hann gekk í fólkaskúla. Hvussu nógv av tykkum hava sæð ein pornofilm Hetta plagar Ragnar Rubeksen, lærari, at spyjra sínar næmingar, áðrenn hann fer í holt við at greiða frá evninum. Flestu næmingarnir vita mikið um evnið, men hann heldur, at tað er týdningarmikið, at næmingarnir fáa eina rætta mynd av porno. Ein lítil tími við gestvertinum Edmundi Joensen, har kagað verður aftur á nakað av tí, sum er farið fram seinastu vikuna. Okkurt viðmerkja vit, okkurt venda vit, og okkurt loypa vit um. Gestavertirnir umboða vónandi sum frálíður ymisk sjónarmið, eru menn og kvinnur, hava ymisk størv og koma ymsa staðni úr landinum. Eg spurdi Edmund fyri meiri enn ein mánaði síðani, um hann vildi vera gestavertur í dag og ikki grunaði eg tá, at hetta varð vikan, tá ið fulveldisstríðið vaknaði aftur við eini bók hjá Sjúrði Skaale Lagt til rættis Øssur Winthereig Tøkningur Leivur Thomsen Avlopið á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2017, sum Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, hevur lagt fram, er 112 milliónir krónur, men tað er nógv minni enn eitt Búskaparráðið hevur mælt til. Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum vísir aftur tað, sum millum annað Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, hevur sagt, at sitandi landsstýrissamgonga er komin til skorin klæði. Kristina Háfoss sigur, at undanfarnu samgongur lótu ein landskassa frá sær, sum hevði hall í átta ár, og samlaða hallið var tríggjar milliardir krónur. Spurningarnir í dag eru allir frá konufólkum, og snúgva seg um, hvussu man fær motivatión til at reisa seg úr sofuni, og til at fara út at íðka, hvørt maðurin skal samla pensjón til bæði foreldur, tá tey hava valt, at konan skal vera heima hjá barninum, og um tað, at velja sær vinfólk eftir status og pengapungi. Skattaviðurskiftini hjá Donald Trump vóru longu frammanundan nógv umrødd í amerikanska valdystinum. Amerikonsku forsetavalevnini plaga at geva almenninginum innlit í teirra skattaviðurskiftir. Men hetta hevur Donalt Trump sýtt fyri at gera, og nógv hava tí sett spurning við, hvat Trump hevur at fjalda. Sambært greinini hevði Trump í 1995 eitt tap á 916 milliónir dollarar, sum hann hevur kunna drigið frá øll tey komandi árini. Sambært skattaserfrøðingum, sum New York Times hevur tosað við, at tað sannlíkt, at Trump tí als ikki hevur rindað nakran inntøkuskatt síðan 1995. Einastu tíðindini í hesum eru, at 20 ára gomul skattaskjøl eru likin ólógliga. Hetta staðfestir, at New York og aðrir viðurkendir fjølmiðlar eru partar av valdystinum hjá Clinton , skrivar Trump valdysturin í einari kunngerð. Ætlanin er at seta pengar av í 2018 og 2019, men landsstýriskvinnan torir ikki at lova, nær nýggja barnaheimið stendur klárt at taka í nýtslu. Tí hevur landsstýriskvinnan í fíggjarlógaruppskotinum valt at lata 2,4 milliónir krónur afturat til Føroya Barnaheim. Teir pengarnir hava einki við ætlanirnar at byggja nýtt barnaheim at gera. Væntandi fer ein stórur meiriluti av teimum átta milliónir veljarunum at vraka uppskotið at loyva ES at deila flóttafólk millum limalondini. Í fjør ferðaðust umleið 400.000 fólk, ið flýddu undan kríggi og fátækradømi, gjøgnum landið við kós móti Vesturevropa, og næstan eingin var verandi í Ungarn. Í eini roynd at handfara stóra flóttafólkastreymin hevur ES í hyggju seta í verk eina kvotuskipan at býta tey, ið søkja um friðskjól, millum ES londini. Tað nýggja við kunngerðini er, at nú verður tað lagaligari hjá matvøruframleiðarum selja matvørur til smásølur og matstovur, tí nú verður ikki eitt krav, at matvøran er hagreidd á einum løggildum sláturvirki. Fyri at verða skrásettur fyri at kunna selja matvøruna gjøgnum heimaframleiðsluskipanina, skal matvøran verða framleidd, hagreidd og tilvirkað á ognini hjá framleiðaranum, og samlaði árligi umsetningurin skal vera minni enn ein millión krónur uttan mvg. Maria Ziskason Nesá er vertur í Bóltinum, og hon fylgir eisini gongdini í hinum fýra dystunum. AB KÍ Víkingur TB B36 NSÍ B68 HB ÍF Skála Flotin hjá Strandfaraskipum Landsins er nú so gamal, at ynskiligt er at hava eitt eyka skip at avloysa, tá gomlu skipini fara til umvælingar. Ternan er seinasta dømi um dýra og langdrigna umvæling. Hon fór á beding fyri nøkrum vikum síðani at umvæla gearini. Ætlanin var, at hon skuldi koma aftur í sigling fyri sløkum tveimum vikum síðani, men hon kemur neyvan aftur á Nólsoyarfjørð fyrr enn um tvær vikur. Tað merkir, at privati báturin Jósup verður leigaður inn at røkka Nólsoyarleiðina. Tað er ikki einans keðiligt fyri nólsoyingar, ið vilja hava bilin við. Tað er eisini dýrt fyri landið , sigur Jóhan Petur Abrahamsen. Fyrr í dag gjørdist Marna Egholm danskur meistari í marathon. Føroyski rennarin kom í mál sum nummar fimm, men hon var tann fremsta av donsku rennarunum í kappingini. Frammanfyri hana vóru tríggjar úr Etiopia og ein úr Kenya. Marna Egholm kom í mál við tíðini 2 tímar, 46 minuttir og 36 sekund, og tað er nýtt føroyskt met. Í samrøðu við BBC sigur Thereru May, at Bretland fer at seta í verk grein 50 í Lissabon sáttmálanum, sum byrjar tilgongdina hjá Bretlandi at taka seg úr ES, í mars komandi. Theresa May hevur áður givið til kennar, at Bretland vil hava eina avtalu í lag við ES, sum tryggjar Bretlandi atgongd til innara marknaðin í ES, og sum gevur Bretlandi ræði á, hvussu nógvir útlendingar kunna koma til Bretland. Nám hevur sett Eydnu Magnussen at ritstjórna frálærutilfarið í samfelagsfrøði. Ætlanin er, at tilfarið skal verða klárt til skúlaárið 2017 18. Samfelagsfrøði skal vera ein lærugrein frá 7. til 9. flokk. Um lærugreinin skal vera á tímatalvuni øll árini, er ikki avgjørt enn. Tað er heldur ikki avgjørt, um nøkur onnur lærugrein má víkja ella um lærarar og næmingar mugu arbeiða meir, tá samfelagsfrøði verður á tímatalvuni. At samfelagsfrøði skal vera ein lærugrein í fólkaskúlanum stendur í samgonguskjalinum. Men áðrenn tað kann gerast veruleiki, má hetta samtykkjast av Løgtinginum. Samstundis vann Víkingur sín dyst ímóti TB 1 0, og sostatt er felagsliðið úr Gøtu og Leirvík oddalið, nú bert tvey umfør eru eftir. Úrslitini bera við sær ein sera spennandi endaspurt í landskappingini, og støðan sær nú soleiðis út 1 Víkingur 55 2 KÍ 54 3 NSÍ 49 4 B36 46 5 HB 39 6 ÍF 32 7 TB 26 8 Skála 24 9 AB 18 10 B68 7 Ætlanin var, at nevndin handað álitið á ólavsøku, men tað eydnaðist ikki, og hon fekk tveir mánaðir aftrat at arbeiða í. Meginparturin av álitinum er longu almennur. Eitt nú verður sagt, at ein uppboðssøla av øllum fiskirættindum í senn hevur við sær stórar váðar og ótryggleikar fyri føroysku fiskivinnuna. Nýskipanarnevndin hevur eisini ilt við at meta um avleiðingarnar við einari uppboðssøluskipan, tí hon veit ikki um nakað land, sum lutar øll síni fiskirættindi út á uppboðssølu. Nýskipanarnevndin hevur nevnt tveir møguleikar ein leist við uppboðssølu av bæði stutttíðar og langtíðarrættindinum, og ein leist, har øll rættindini verða seld fyri í mesta lagi eitt ár í senn. Tá Høgni Hoydal hevur fingið álitið í dag, fer hann undir samráðingar við allar flokkar um eina semju um nýggja fiskivinnunýskipan. Vinnukærunevndin hevur staðfest niðurstøðuna frá juni í ár at heimsenda avgerðina hjá Heilsufrøðiligu Starvstovuni um at flyta aliøkini hjá Bakkafrosti á Árnafirði og at víðka aliøkið í Sundalagnum. Tað merkir, at Heilsufrøðiliga Starvstovan skal viðgera málið av nýggjum. Poul Eiden Møller, hummarafiskimaður, kærdi avgerðina hjá Starvsstovuni at loyva Bakkafrosti at flyta aliøkið longri út á fjørðin. Tað varð gjørt tí Starvsstovan hevði bara tikið atlit at alivirkseminum og ikki hummaraveiðuni í síni viðgerð. Somuleiðis kærdi Hummaraveiðufelagið avgerðina hjá Starvstovuni um at loyva Bakkafrosti at víðka aliøkið í Sundalagnum. Í juni avgjørdi Vinnukærunevndin at heimsenda avgerðinar hjá Heilsufrøðiligu Starvstovuni, tí hon grundgav ikki nóg væl í síni niðurstøðu, og tí hon ikki hevði tikið atlit at hummaraveiðini í síni viðgerð. Bakkafrost kravdi, at málið varð tikið til viðgerðar av nýggjum, tí Bakkafrost var als ikki hoyrt í viðgerðini hjá Vinnukærunevndini. Tað játtaði Vinnukærunevndin fyri beint áðrenn ólavsøku. Tað merkir, at skal málið viðgerast av nýggjum. Hoyringarsvarið frá Bakkafrosti hevur sostatt ikki broytt niðurstøðuna hjá Vinnukærunevndini. Orsøkina til tað, sigur Vinnukærunevndin vera, at niðurstøðan bygdi á sjálva viðgerðina hjá Heilsufrøðiligu Starvstovuni og ikki viðurskiftini hjá Bakkafrosti. Avgerðin hjá Vinnukærunevndini merkir, at Heilsufrøðiligu Starvsstovan noyðist enduskoða sínar mannagongdir, tí Starvsstovan hevur gjørt nógvar líknandi niðurstøður, segði Bárður enni við útvarpið 30. mai. Kaj Leo Holm Johannesen er ein av teimum uppstillaðu á listanum hjá Sambandsflokkinum til kommunuvalið, boðar flokkurin frá í morgun. Eg havi nakrar royndir innan politiska leiðslu og politikk annars, sum kunnu koma borgarunum í kommununi til góðar, sigur flokkurin millum annað í fráboðanini. Tann 17. oktober skipa Fólkaheilsuráðið og Heilsu og innlendismálaráðið fyri ráðstevnu, sum rópast Fólkaheilsa fyri øll. Millum røðararnar er Bente Klarlund Pedersen, Magni Mohr, Line Nielsen og Marin Strøm. Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum, fer at tosa um, hvussu føroysk ítróttarfeløg kunnu verða við í viðgerðini av stoffskiftissjúkum, hjartakarsjúkum, neurologiskum sjúkum og sálarsjúkum Tað fekk Magni Arge, fólkatingsmaður, at vita, tá hann hevði fund við kubanska fiskimálaráðið. Magni Arge var við í ferðini hjá uttanríkisnevndini hjá Fólkatinginum, ið hevur verið í Kuba. Kubanski sendiharrin í Danmark var herfyri í Føroyum og hitti tá landsstýrismenninar Høgna Hoydal og Poul Michelsen, og tað var helst orsøkin til, at Magni Arge varð boðin á serligan fund við deildirnar í kubanska fiskimálaráðnum, ið umsita allan innflutning av fiski og aling. Kuba keypir eitt nú laks og saltfisk úr Føroyum, men hann verður keyptur gjøgnum spanskar, portugisiskar og kinesiskar fyritøkur, kom fram á fundinum. Kubanar vilja hava samband við føroyskar útflytarar, so farast kann undir beinleiðis innflutning úr Føroyum, sigur Magni Arge. Marknaðurin, teir hugsa um, er í fyrsta lagi fiskur til vaksandi ferðavinnumarknaðin, ið setur stór krøv. Marknaðurin veksur skjótt, tí ferðavinnan er í stórum vøkstri. Kuba eigur eisini eina toskakvotu við Flemish Cap, sum portugisar hava fiskað seinastu árini. Skam er ein nýggj norsk sendirøð, sum ikki bara vera norskar ungdómar eru hugtiknir av, men ungdómar í øllum norðurlondum. Mongu ummælini rósa sendirøðini upp um skýggini. Sendirøðin snýr seg um nakrir ungdómar í einum miðnámsskúla í Norra, har øll evnir, sum við víkja ungdómslívinum verða umrødd í einum nútímans hami. Millum annað vera facebook, instagram og Justin Bieber umrødd, og hugtøkini at fáa hate og at googla vera dúgliga brúkt brúkt. Kaj Leo Holm Johannesen, fyrrverandi løgmaður, boðaði í morgun frá, at hann stillar upp fyri Sambandsflokkin til kommunuvalið 8. november. Skuldi hann fingið boðið borgarstjórasessin í høvuðsstaðnum, ætlar hann at siga sessin í Løgtinginum frá sær. Hoyr alla samrøðuna, Rógvi Olavson hevur gjørt við Kaj Leo Holm Johannesen, fyrrverandi løgmann, ið hevur tikið avgerð um at stilla upp til kommunuvalið. Fundurin er í Helsinki í Finnlandi. Á skránni í dag eru, umframt javnstøðumál yvirhøvur, serliga Menn og javnstøðu og Javnstøða í sambandi við til og fráflyting. Morgunsendingin vit jaði í morgun Keka og mannin Aritra, úr Indien, sum høvdu gjørt indiskan mat til høvið. Eisini var rapparin, IQ úr Gambia í Afrika har og eisini Ingun Eiriksdóttir frá Tórshavnar kommunu. Skráin til Diversity week sæst her Turið Arge, ið telist millum profilarnar í føroyskum hondbólti, vil sleppa aftur í grønu blusuna. Hon hevur boðað VÍF frá, at hon ikki longur er partur av felagnum í Vestmanna. Hon leggur afturat, at hon hevur havt tað gott í VÍF, og at tað er í sátt og semju við VÍF venjaran, Geir Wardum, at hon fer úr felagnum. Turið Arge fær karantenu, nú hon skiftir felag, og tí kann hon ikki spæla dyst fyri Kyndil fyrr enn 27. oktober. Tá spælir Kyndil ímóti Neistanum. Nevndin, ið seinnapartin handar landsstýrismanninum tilmælið um eina nýskipan í fiskivinnuni, er ósamd um millum annað kvotu og uppboðssølupartin. Klokkan 16 seinnapartin fer nevndin at handa landsstýrismanninum tilmælið um, hvussu fiskivinnan kann nýskipast, umleið tveir mánaðir seinni enn ætlað. Upprunaliga var málið, at nevndin skuldi verða liðug við arbeiðið 1. august. Landsstýrismaðurin fær eitt tilmæli, men partar av nevndini fara at taka fyrivarni. Meirilutin í nevndini metir ikki, at fiskidagaskipanin saman við øðrum átøkum og reguleringum hevur megnað at tryggja góða stovnsrøkt og stuðla upp undir lívfrøðiliga burðardyggan fiskiskap. Skrivad varð eisini, at meirlutin av nevndini metir samanumtikið, at fyrimunir eru við eini kvotuskipan sum frá líður fara at gerast sjónligari enn vansarnir. Nevndin veit ikki um nakað land, sum lutar øll síni fiskirættindi út á uppboðssølu.Tí er trupult hjá nevndini at meta um avleiðingarnar av at verkseta eina sovorðna skipan. Víðari stendur Nevndin er eisini í iva um, hvussu væl ein uppboðssøla kann tryggja, at aðalendamálini í arbeiðssetninginum kunnu røkkast. Tað var mikukvøldið, at ein 45 ára gamal maður stakk ein 50 ára gamlan mann í Jónas Broncks gøtu í Havn, eftir at teir báðir vóru farnir til hendurs. 50 ára gamli maðurin varð stungin í bringuna, men fekk ikki álvarsligt mein. Báðir menninir vóru rúsaðir, tá tilburðurin hendi. Skuldsetti maðurin varð handtikin stutt eftir. 45 ára gamli maðurin er skuldsettur fyri grovan harðskap. Hann játtar seg sekan at hava stungið, men noktar, at talan var um drápsroynd, sigur Hildur Hentze, leiðari á kriminaldeildini. Tríggjar systrar úr Íslandi hava búð í Skopun í yvir 40 ár. Teimum dáma væl ginibitan, ið er eitt sereyðkenni fyri Skopun. Heiðrun Hansen, Ingibjørg Drangberg og Kristrún Kjærbo hava eisini verið við at lata Ítrivslonina upp í Skopun, har kvinnur úr allari oynni kunnu veva, seyma, binda og annað handarbeiði tá tær hava hug. Ein verulig veðramentan hevur tikið seg upp í Skopun seinastu 15 20 árini, og vit eru við, tá veðrarnir hjá brøðrunum Schønning og Mads Kristoffur Hentze verða flettir. Millum mongu áskoðararnar er Hallmar Winther, sum sjálvur hevur nógvar veðrar. Jóhanna Sofía Hentze greiðir frá, at kvinnurnar gera nógv burtur úr matinum tá veðrarnir verða flettir, og øll verða boðin til borðs. 80 ára gamli Tórfinnur Hansen sigur frá hugtakandi søguni um træbeinið hjá pápanum Jóan Hendrikki. Hann fekk skaða umborð á skipi sum ungur maður og misti annað beinið. Tveir skopuningar gjørdu honum eitt træbein, sum bjargaði allari familjuni. Tórfinnur, sum var yngstur av 10 beiggjum, hevur træbeinið hjá pápanum í varðveitslu. Kristvør Kolden hevur í summar skipað fyri einum serligum átaki í bygdini, sum ferðafólk eisini hava víst stóran áhuga. Skipað varð fyri søgutúrum í bygdini, har serlig skelti vístu allar handlar og tænastur, sum hava verið í Skopun. Í samband við umvhørvisátak hjá Ingmar Valdemarson Á Løgmansbø og John Johannesen skipaði Vága Kunningarstova, í samstarv við teir báðar og Vága Gongufelag, fyri ruddingartúri kring Leitisvatn leygardagin tann 18. september. Ringt veður elvdi til lítla uppmøting og styttan túr, áleið ein triðing av vatninum. Men hóast tað ruddaðu 8 fólk umleið 21 kilo av plasti, 261 siggaretstubbar og nógv aftrat. Sambært einum telduposti, útvarpið hevur fingið innlit í, hevur Hummarafelagið eina avtalu við alifyritøkuna, Marine Harvest, sum alir í Sundalagnum Norður, um at Marine Harvest betalir limunum í Humarafelagnum eitt gjald fyri tað tap, sum hummaraveiðumennirnir hava og fara at fáa av alingini. Afturfyri fær Marine Harvest frið at arbeiða , sum formaðurin í Hummarafelagnum málber seg. Forlagið Sprotin gav út bókina í 2015, Edward Fuglø hevur gjørt kápumyndina til føroysku útgávuna. Sonja Kjølbro hevur staðið fyri umbótingini. Philip Hammond, fíggjarmálaráðharri, boðaði frá íløgum í nýggjar bústaðir og flutning, heldur enn at hava sum mál at fáa javnvág á fíggjarlógina í 2020, sum undanmaður hansara, George Asborne, annars hevði sett. Samstundis segði Philip Hammond, at avgerðin hjá bretska fólkinum um at fara úr ES kann elva til búskaparlig nos , og at álitiskreppa kann koma á vinnulívið. Tí sigur Philip Hammond, at tað er skilvíst at gera íløgur, sum eggja til vøkstur og nýggj arbeiðspláss, samstundis sum hvørt pundið skal vendast, sum tað almenna brúkar Bretland, ið hevur verið í ES síðani 1973, ætlar at fara undir gongdina at taka seg úr ES í endanum av fyrsta ársfjórðingi næsta ár. Tað sigur Theresa May, forsætisráðharri. Samráðingarnar fara at taka tvey ár, og forsætisráðharrin vónar, at samráðingarnar fara at vera høviskar til fyrimunar fyri báðar partar. Fráboðanin hjá Theresu May um Brexit tingingarnar fingu í dag pundið til at falla á sama stig, sum beint eftir fólkaatkvøðuna, tá kursurin var so lágur, sum hann ikki hevði verið í trý áratíggju. Arbeiðið, at varðveita Hvalastøðina við Áir, hevur fingið skot fyri bógvin, tí játtanin er skerd við einari millión krónum í fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár. Verkætlanin fær eina millión at arbeiða við í 2017, men tað røkkur ikki langt, sigur ein vónbrotin verkætlanarleiðari. Nakað er eftir at gera, og tí er brúk fyri pengunum, sigur Erland Viberg Joensen, verkætlanarleiðari hjá Søvnum Landsins. Vit ætlaðu sjálvandi at spyrja Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum, hvør lærugrein skal víkja fyri samfelagsfrøði, men tað lá ikki fyri hjá henni at gera samrøðu í dag. Í nátt heitti Norðoya sambandsfelag staðiliga á Sambandsflokkin um ikki at fara í nakrar samráðingar, har treytirnar eru, at úrslitið er avgjørt frammanundan. Mánakvøldið sendu formenninir í samgonguflokkunum út felagsskriv, har teir siga, at samgongan er samd um aðalmálini í fiskivinnunýskipanini. Samgongan fer nú at samráðast við allar flokkar um at fremja nýskipanina í verki. Aðalmálini, sum Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn eru samd um, eru millum annað, at fiskurin er ogn Føroya fólks og kann ongantíð gerast privat ogn. Fiskirættindi skulu ikki longur seljast privat. Í staðin fyri skal tað almenna bjóða rættindi út fyri hóskandi tíðarskeið í marknaðargrundaðari skipan. Rætturin at fiska skal vera á føroyskum hondum. Sáttmálar við manningarfeløgini skulu haldast. Føroysk virki skulu kunna bjóða upp á fiskin. Virðið á atgongdini at fiska, sonevnda tilfeingisrentan, eigur í størstan møguligan mun at fara í landskassan, sigur samgongan millum annað. Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, roynir framvegis at fáa breiða semju um nýskipanina, sigur hon í svari til Anniku Olsen, løgtingskvinnu. Síðani avgjørdi landsstýriskvinnan at bíða til uppskotið um fíggjarlógina var liðugt. Roynt varð annars at fáa pensjónsnýskipanina lidna í vár. Eyðgunn Samuelsen noyðist eisini at biðja Løgtingið leingja lógina um brotviðbótina til fólkapensjónistar, sum ikki fáa fulla upphædd frá Samhaldsfasta. Tað noyðist landstýriskvinnan, tí pensjónsnýskipanin verður ikki liðug á nýggjárinum, tá lógin annars skuldi fara úr gildi. Løgtingið er biðið um leingja lógina tvey ár. Fólkapensjónistar, sum ikki hava rætt til fult útgjald úr Samhaldsfasta, mistu pengar, tá grundupphæddin í fólkapensjónini minkaði. Í staðin minni grundupphædd fáa flestu fólkapensjónistar meira úr Samhaldsfasta. Men tey, sum ikki fáa fult gjald frá Samhaldsfasta, fáa í staðin fyri brotviðbót frá Almannaverkinum. Ískoytið til smábarnafamiljur barnabeini er broytt til, at barnafrádrátturin í 2017 verður hækkaður úr 6.500 upp í 9.200 krónur fyri hvørt barnið niðanfyri skúlaaldur. Samgongan setti sær í fjør fyri at broyta skeiklaðu aldurs og kynssamansetingina í Føroyum. Tí skuldu barnafamiljur við lágum og miðal inntøkum, ið hava børn yngri enn sjey ár, fáa stuðul úr landskassanum. Stuðulin skuldi eggja fólki til at fáa fleiri børn og fáa fleiri fólk at flyta til Føroya. Hálv triðja millión krónur vórðu settar av í fíggjarlógini fyri 2016 til Barnabeinan. Vit vitjaðu Perluna í Havn, har Mariann Hansen, Durita Dahl Andreasen og Búi Egason Dam løgdu seinastu hond á leikin Einaferð var tað eg, sum verður frumframførdur leygarkvøldið. Uppboðssølan er ikki gongda leiðin, heldur Anfinn Olsen, formaður í Reiðarafelagnum, nú bólkurin, ið er komin við tilmæli um fiskivinnunýskipan, kemur við tveimum leistum um uppboðssølu. Nevndin mælir eisini til, at útlendskur ognarskapur í fiskivinnuni skal hvørva áðrenn trý ár. Men formaðurin í Reiðarafelagnum tekur ikki undir við hesum. Tingmenninir hjá andstøðuni í Fíggjarnevndini mæla Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið hjá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, um at seta pengarnar, sum landið fær fyri P f Lív Holding, í Búskapargrunnin. Landið fær 23,3 milliónir krónur fyri Lív í hesum umfarinum. Andstøðumenninir siga, at landið næsta ár skal loysa inn lánsbrøv fyri 1,36 milliardir krónur. Neyðugt verður at endurfíggja part av hesi skuldini. Bárður Nielsen, Jacob Vestergaard og Bill Justinussen siga, at pengarnir fyri Lív skulu brúkast til at gjalda skuld. Tá kann landskassin eisini spara pengar til rentur. Tá pengar standa í grunni, er vandi fyri, at politikarar brúka teir til annað enn skuld. Teir mæla eisini frá at seta fleiri stovnar og grunnar á stovn, og samstundis hava fleiri kassar at savna almennan pening í. Í staðin fyri mæla teir til at samansjóða lógina um minsta innlán landskassans og Búskapargrunnin, so vit altíð hava eina upphædd tøka til at tryggja raksturin av samfelagnum, um búskaparligir brotasjógvar koma. Dansktoppen hjá Danmarks Radio, sum er á P5, valdi at geva sanginum ein møguleika, og her fór SOS fra mig beinleiðis inn á triðja pláss. Silas Olofson var farin túr við fleiri útlendskum fuglaáhugaðum, og eina dagin gekk leiðin í fjørðuna í Famjin. Tað var her hann gjørdist varðugur við henda lítla sjaldsama fuglin, sum vanliga livir í Sibirien. Hyggjarar sleppa biltúr av og á, hann hevur eitt nú sent úr Zarepta, men oftast er Símin Ósá heima, tá beinleiðis sendingarnar eru. . Sambandsflokkurin fer til samráðingarnar um fiskivinnunýskipanina. Men hann verður ikki leingi í samráðingarrúminum, um samgongan ikki vil lurta eftir honum. Tað sigur formaðurin í Sambandsflokkinum, eftir at flokkurin er biðin um ikki at fara til samráðingarnar yvirhøvur. Í nátt heitti Norðoya sambandsfelag staðiliga á Sambandsflokkin um ikki at fara í nakrar samráðingar, har sum treytirnar eru, at úrslitið er avgjørt frammanundan. Bárður á Steig Nielsen heldur ikki, at leisturin, sum samgongan hevur stungið út í kortið, er tann rætti. Tá so játtanin sambært fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár lækkar niður í eina helvt, verður arbeiðið tarnað munandi. Hoyr samrøðuna við Erland Viberg Joensen, verkætlanarleiðara hjá Søvnum landsins. Á skránni er aktuellur tónleikur, klassikarar frá 1986 og nýggjar útgávur frá Mark Chesnutt og Teddy Thompson. Lagt til rættis Petur Rouch. Í sendingi hoyra vit millum annað Simma og Connie spæla á bátadekki, og Vals ombord við Harry Brandelius og Ebbe Jularbos Kvartett. Lagt til rættis Hanna og Terji Jakobsen. Havlívfrøðingar eru nú lidnir at kanna innihaldið í maganum á 29 avgustunum, sum vóru funnir deyðir á eini strond út til Norðsjógvin. Tað var ikki hugalig sjón hjá havlívfrøðingunum. Flestu hvalirnir høvdu fullan maga av plastlutum. Eisini á okkara leiðum sæst dálkingin í havinum aftur í djóramagum, millum annað hjá havhesti. Tað eru serliga plastposar, sum fólk tveita frá sær, sigur Jóhannis Danielsen, lívfrøðingur og adjunktur í lívfrøði á Fróðskaparsetrinum. Hann rópar nú varskó. Arbeitt hevur verið við einum fíggingarleisti, har landið rindar 90 milliónir krónur. Samstundis skulu kommunur og onnur, sum hava áhuga í talgildingini, rinda 60 milliónir krónur. Av hesum hava peningastovnarnir játtað at rinda 15 milliónir krónur. Verkætlanin Talgildu Føroyar verður mett at kosta 150 milliónir krónur hetta til 2020. Roknað verður við at brúka til samans 35 milliónir krónur um árið. Landið hevur játtað 10 milliónir krónur í ár, og næstu trý árini væntar landið at brúka 20 milliónir krónur um árið til verkætlanina Talgildu Føroyar. Men trygdin á arbeiðsplássinum var ikki í lagi. Ein 68 ára gamal maður, sum arbeiddi hjá Bakkafrosti, druknaði við alibrúkið hjá Bakkafrosti í Hvannasundi. Arbeiðseftirlitið heitir tí á Sjóvinnustýrið, sum varðar av flótandi alibrúkum, um at tosa við Bakkafrost Farming fyri at fáa staðfest, um trygdin á flótandi alibrúkum er nóg góð. Tað er óheppið og óforsvarligt, at fólk verða sett at arbeiða einsamøll á sjónum, serliga um tey ikki brúka vanliga bjargingarútgerð, hóast hon er tøk, sigur Arbeiðseftirlitið. Ikki ber til at siga, hvussu vanlukkan hendi, tí eingin sá hana. Niðurstøðan hjá Arbeiðseftirlitinum er, at frástøðan millum bát og uppgongustaðið á aliflakanum er ein metur. Eingin verja er, um fólk gerast áhaldsin, tá tey skulu upp á flakan. Niðasti partur av uppgongdini var slýggjutur og sera hálur, og leytarin á flakanum er als ikki egnaður sum neyðleytari. Trygdin var tí ikki nóg góð. Men hana tekur Arbeiðseftirlitið annars ikki støðu til, tí hana eigur Sjóvinnustýrið. Og niðurstøðan hjá Arbeiðseftirlitinum er, at eingi greið tekin eru á vanlukkustaðnum. Hvørki likskoðan ella annað gevur ábendingar um, hvussu vanlukkan hendi. Arbeiðseftirlitið kann tí ikki staðfesta, at vanlukkan skyldast brot á arbeiðsumhvørvislóggávuna. Næstan 100 tons av olju eru runnin á sjógv, og eftirlitsflogfør staðfestu í gjár, at oljan rekur spakuliga norðureftir og burtur frá landi. Men hóast hetta eru góð tíðindi fyri hetlendingar, altso at oljan ikki tykist hótta teirra strendur, so eru hetta ring tíðindi fyri lomviguna. Sjúrður Hammer er fuglafrøðingur, og hann rópar varskó. Men íløgurnar verða minni enn ætlað, tí so nógv er at gera hjá byggivinnuni nú. Bæði SEV og Bústaðir hava eisini útsett sínar íløgur. Sambært landsstýrinum veksur raksturin hjá landinum 1,8 prosent næsta ár. Rakstrarútreiðslurnar vaksa tí minni enn búskaparvøksturin og inntøkuvøksturin landskassans. Hetta styrkir fíggjarliga haldførið hjá landinum, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna. Men andstøðan sigur, at raksturin veksur fýra prosent og ikki knappliga tvey prosent. Og yvirskotið átti at verið størri, nú tað gongur so væl. Inntøkurnar í 2017 vera fýra milliardir og 838 milliónir krónur og útreiðslurnar 112,3 milliónir krónur minni. Íløgur verða gjørdar fyri 257 milliónir krónur, sum eru 17 prosent minni enn í ár. Tað hevði verið ynskiligt, at avlopið á fíggjarlógaruppskotinum var størri enn tær 112 milliónir krónurnar, sigur landsstýriskvinnan í fíggjarmálum. Fíggjarlógin kemur til fyrstu viðgerð á tingfundinum í dag, sum byrjar klokkan hálvgum tvey. Sambært skránni hjá tinginum heldur viðgerðin fram í morgin og fríggjadagin, og síðani fer uppskotið í Fíggjarnevndina. Fransiskanarasystrarnar byrjaðu privatan skúla í Havn í 1931. Tað var hjá Klett í Bringsnagøtu. Tvey ár seinni, í 1933, byrjaði skúlin við Varðagøtu. Fyrstu mongu árini undirvístu systrarnar, men so við og við komu aðrir lærarar. Í 1985 handaðu nonnurnar skúlan til Tórshavnar kommunu, tí tær ikki sóu seg førar fyri at halda fram. Í dag er eingin nonna eftir á skúlanum, men navnið Sankta Frans hongur við enn. Sambært talsmanninum fyri russiska verjumálaráðið eru rakettirnar senda til eina flotastøð í býnum Tartus í Sýria. 300 rakettirinar eru jørð til luft rakettir, sum bera langt. Tað er fyrstu ferð, at Russland hevur latið Sýria hetta slagið av rakettum sambært Reuters. Fyrr í vikuni vistu amerikanskir miðlar at siga, at Russland hevði sent 300 rakettir til Sýria. Greinin heldur fram niðanfyri. Í løtuni eru harðir bardagar í býnum Aleppo millum sýriskar deildir og uppreistrardeildir. Samstundis hevur USA gjørt av at slíta tingingarnar við Russland um eina vápnahvíld í Sýria. ST heitti aftur í gjár át stríðandi partarnar um at steðga bardøgunum í Aleppo, so neyðhjálp sleppur fram til sivilfólkið, ið er kringsett í pørtum av býnum. Djóni Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabata, er spentur at vita, hvussu børnini fara at taka ímóti einum serligum brævkassa, sum byrjar í heyst. Umframt Báru Silvansdóttir og Jens Marna Hansen, sum vitjaði í útvarpsstovuni, framføra Eyðun Nolsøe, Signar í Homrum, Holgar Jacobsen, Ragnar Finsson, Elinborg Pálsdóttir og Ranvá Álaberg. Hesa ferð hoyra vit ymiskan jazztónleik, har dentur verur lagdur á at hoyra kenslur í tónleikinum. Vit hoyra millum annað Esbj rn Svenson Trio, Diana Krall, Wayne Shorter og onnur. Lagt til rættis Erhard Jacobsen. Bygnaðarliga hallið í búskapinum er minkað, men neyðugt er við varandi tiltøkum, bæði tá ið ræður um inntøkur og útreiðslur hjá tí almenna, til tess at bøta um javnvágina og haldførið í almenna búskapinum. Tað sigur Fíggjarmálaráðið í búskaparfrágreiðingini, sum er løgd við fíggjarlógaruppskotinum fyri 2017. Í fjør var bygnaðarliga hallið umleið eitt prosent av bruttotjóðarúrtøkuni, ella 150 til 200 milliónir krónur. Avbjóðingin at bøta um haldførið er eisini, at útreiðslurnar hjá landi og kommnunum á eitt nú heilsu og almannaøkinum fara at vaksa munandi næsta ár. Haraftrat hava kommunurnar umleið eina milliard krónur í bruttoskuld, umleið seks prosent av BTÚ. Almenna bruttoskuldin í Danmark er umleið 45 prosent av BTÚ. Í Evropa er bruttoskuldin nógv hægri, umleið 90 prosent av BTÚ í meðal. Fíggjarmálaráðið sigur, at er rikni fíggjarpolitikkurin ikki haldførur í fleiri ár, er vandi fyri, at kredittvirðið hjá landinum versnar, og at rentan hækkar sum frálíður. Rentan er søguliga lág í løtuni, men hon kann hækka næstu árini. Tí er umráðandi, at stig verða tikin at bøta um javnvágina millum inntøkur og útreiðslur í almenna búskapinum, sigur Fíggjarmálaráðið. Uppskotið um fíggjarlóg kemur til fyrstu viðgerð í tinginum seinnapartin. Tingfundurin byrjar klokkan hálvgum tvey. Sambært skránni heldur viðgerðin av fíggjarlógini fram í morgin og fríggjadagin. Síðani fer uppskotið í Fíggjarnevndina. Maðurin, ið varð stungin, hevur greitt frá, at hin fleiri ferðir rópti Eg skal drepa teg áðrenn hann stakk hann í ryggin við felliknívinum. Maðurin, sum varð álopin, fekk eitt sár, sum var tveir millimetrar djúpt. Dómurin er millum annað grundaður á, at vandi var á ferð, hóast skaðin var avmarkaður. Ákærdi maðurin viðgekk, at hann stakk mannin við vilja, men segði, at hann ætlaði ikki at raka ryggin, men raka mannin í lendarnar. Á fíggjarlógini í 2011 vórðu játtaðar fimm milliónir krónur at fyrireika bygging av tjóðleikhúsi. Bygginevnd varð sett í 2013, og hevur síðani arbeitt við at fyrireika byggiskrá. Í februar í fjør boðaði Tórshavnar kommuna frá, at staðsetingin verður á Skálatrøð, og síðani hevur verið arbeitt við at gera byggiskránna lidna. Tað skal vera pláss fyri báðum pørtum, tí hava vit gjørt eina semju við hummaramenninar. Tað sigur Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í Marine Harvest, nú tað er komið fram, at fyritøkan rindar hummarafiskimonnum, sum fiska í sama øki sum Marine Harvest alir, eitt gjald afturfyri at teir ikki kæra, um Marine Harvest ætlar at víðka aliøkið. Hann vil ikki upplýsa, hvussu nógv, ella hvussu leingi Marine Harvest rindar hummaraveiðimonnunum fyri aftur fyri ikki at kæra, at teir eru slopnir at víðka aliøkið. Meðan Marine Harvest sleppur rundan, hevur Hummarafelagið kært avgerðina hjá Heilsufrøðiligu Starvstovuni, at loyva Bakkafrosti, at víðka aliøkið í Sundalagnum. Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti, hevur fyrr sagt við Dimmalætting, at tað er eitt slag av blackmail , sum gongur fyri seg. Hoyr samrøðuna við Hans Jákup Mikkelsen, stjóra í Marine Harvest. Tað er lítið hugaligt, at alivinnan rindar hummaramonnum fyri at sleppa undan kærum. Tað sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður. Vinnumálaráðið og Fiskimálaráðið mugu samstarva neyvari um alivinnuna og hummaraveiðuna, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum. Eitt hópuppsagnarumfar hevur verið hjá TG Verki. Fríggjadagin í síðstu viku sendi Høgni Lauritsen, stjóri á TG Verki, helvtina av starvsfólkunum til hús. Hoyr samrøðuna við Høgna Lauritsen, stjóra í TG Verki. Ein 63 ára gamal maður er í dag dømdur eitt ár og tríggjar mánaða treytaleysa fongsulsrevsing fyri at hava og fyri at breiða út barnaporno. Maðurin hevur játtað seg sekan í at hava havt barnaporno á telduni, men hann noktar seg sekan í at hava latið øðrum barnapornografiskt tilfar. Tann dømdi skal rinda sakarkostnaðin, og fýra harðdiskar og tríggjar teldur hjá manninum eru drignar inn. Ákærin kravdi minst hálvt annað ár. Varð maðurin funnin sekur í eisini at lata øðrum barnaporno, vóru seks ella sjey mánaðir ivaleyst, eisini treytaðir, segði verjin. Arbeiðsloysistryggingin kravdi slaka hálva aðru millión krónur aftur frá Bakkafrosti. ALS helt uppá, at okkurt um 230 arbeiðsfólk í Bakkafrost samtakinum av órøttum fingu pengar úr Fiskavirkisskipanini. Fólkini vórðu send í feriu í ein mánað, frá 19. desember í 2014 til 19. januar í 2015, tí laksaprísurin var lágur sambært ALS. Tí høvdu tey ikki rætt til pengar úr Fiskavirkisskipanini. Talan var ikki um rávørutrot. Bakkafrost heldur, at hendan niðurstøðan er skeiv. Eingin laksur var at arbeiða hesar vikurnar sigur fyritøkan. Arbeiðsloysisskipanin tvíheldur um, at Bakkafrost hevði laks at arbeiða í desember 2014. Men virkið tók við vilja ikki laks eina tíð, tí laksaprísurin var so lágur, sigur ALS. Ein slík støða gevur ikki rætt til pengar úr fiskavirkisskipanini, sigur ALS. Bakkafrost kærdi tíðliga í vár avgerðina hjá ALS. Kærunevndin tók avgerð fríggjadagin. Grundað á eina heildarmeting er Kærunevndin komin til ta niðurstøðu, at orsøkin til steðgin hjá Bakkafrosti var tørvandi fesk rávøra ella líknandi umstøður, sum tað stendur í kunngerðini. ALS kann ikki kæra avgerðina, men kann fara í Føroya rætt við henni. ALS hevur ikki tikið nakra avgerð enn, men stýrið í ALS hevur fund tann 20. oktober. Setanarbólkurin verður liðugur við arbeiðið hesa vikuna, sigur Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri. Setanarbólkurin er tann sami sum seinast, tá søkt varð eftir aðalstjóra til ráðið. Bólkurin innstillaði tá John Rajani sum nummar eitt. Men Poul Michelsen, landsstýrismaður, vildi ikki hava John Rajani í starvið, og tí varð avgjørt at lýsa av nýggjum eftir aðalstjóra. John Rajani segði tá, at hann lat umsókn sína til starvið standa við. Men løgmanstjórin metir ikki, at setanarbólkurin er ógegningur, hóast hann ið teyinnstillaðu nummar eitt hevur latið umsóknina standa við. Freistin, at søkja starvið seinnu ferð, var 5. september. Tá freistin var úti, vóru færri fólk, ið søktu starvið. Sjey fólk søktu starvið seinnu ferð, fyrru ferð vóru átta umsóknir. Tá høvdu tveir umsøkjarar tikið umsóknina aftur. Løgmansskrivstovan vónaði at fáa fleiri umsóknir, og tað var ein grundgeving fyri at lýsa starvið leyst aftur. Tá maðurin hevði skipanina eMule í telduni hjá sær, átti hann at vitað, at onnur fingu tilfarið. Og tað fingu tey, sigur Føroya rættur, hóast ákærdi maðurin segði í rættinum, at hann ikki visti av hesum. Hann varnaðist tó, at onnur tóku niður myndir og filmar av hansara teldu. Men hann helt, at talan var um samskifti millum hansara teldu og servaran. Rætturin heldur tað vera óhugsandi, at maðurin ikki varnaðist, at tá hann sjálvur tók niður tilfar, fingu onnur tað eisini av sær sjálvum við skipanini eMule. Rætturin sigur, at dómurin er linari enn annars, tí maðurin ikki gjørdi nakað fyri, at onnur fingu barnapornografiskt tilfar frá honum. Hann royndi eisini at avmarka nøgdina av myndum og filmum, sum onnur tóku úr hansara teldu. Men tað ber tó ikki at gera dómin treytaðan ella døma mannin at gera samfelagstænastu, tí tilfarið so umfatandi og grovt, og tí maðurin bæði hevði og breiddi út barnapornografiskt tilfar, sigur Føroya rættur. Maðurin fekk tí eitt ár og tríggjar mánaða treytaleysa fongsulsrevsing. Jógvan Páll Lassen, verji hjá dømda manninum, sigur, at teir hava ikki enn tosað um dómurin skal roynast í Landsrættinum ella um maðurin tekur við dóminum. Dukkusjónleikur er eisini fyri vaksin. Hetta siga Eyðun Johannessen, leikstjóri, og Rakel Helmsdal, rithøvundur og dukkuleikari, tá vit hitta tey á kreativa kvistinum heima hjá Rakel. Eisini verður tosað um eitt nú søguna handan dukkusjónleik, og hvørjir serligir møguleikar eru í dukkusjónleiki. Leygarkvøldið fer aftur ein nýskrivaður føroyskur sjónleikur av bakkastokki. Talan er um feministiska leikin Einaferð var tað eg, sum Mariann Hansen og Durita Dahl Andreassen hava skrivað, og sum Búi Dam hevur leikstjórnað. Vit fara at fregnast í Perluni, har leikurin verður spældur. 16 aðrir leikir verða eisini á palli í Sjónleikarhúsinum um vikuskiftið. Talan er um stuttleikir úr átta londum, nú NEATA Short Play Festival 2016 verður hildin í Føroyum. Og talan er um áhugaleik, sum vit eisini frætta um í sendingini. Runavíkar kommuna er í serflokki, tá umræður arkitektur. Hetta var staðfest á føroysku Arkitekturdøgunum, ið vórðu hildnir í Havn farna vikuskiftið. Vit hava fregnast um hvat, hví og hvussu, eins og vit eisini skifta orð við Henrik Stjernholm, ið er fyrrverandi býararkitektur í Vejle kommunu. Í sendingini tosa vit við Eyðun Johannessen, Rakel Helmsdal, Heidi Poulsen, Janus Trúgvason, Tórbjørn Jacobsen, Henrik Stjernholm, Búa Dam, Mariann Hansen, Duritu Dahl Andreasen, og Rudolf Joensen. Mentanarcaf in kann hoyrast her Tíðliga í summar var røð av innbrotum í Havnini. Tá var eisini umfatandi innbrot í svimjihøllina og í ÍSF húsið, sum liggur yvir av svimjihøllini, og hjá gulu skótunum, har eisini einar 10.000 krónur vórðu stolnar. Hoyr samrøðuna við Gunnar Streymoy, leiðara í svimjihøllini í Gundadali. Tað er Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, sum vil hava Løgtingið at samtykkja uppskotið. Fiskimenn skulu tá bara venda sær eina ferð til eitt stað, um teir verða sjúkir ella fáa skaða. Lógaruppskotið hevur eisini við sær, at fiskimenn ikki longur skulu sjálvir útvega sær váttan frá skipara og læknaváttan innan 14 dagar eftir, at teir eru komnir í land. Størri vitan skal vera um fiskastovnarnar undir Føroyum, so betur ber til at røkja stovnarnar og at fiska burðardygt. Tað vil siga, so stovnarnir ikki verða niðurfiskaðir. Arbeiðsbólkurin, ið mánadagin handaði landsstýrismanninum í fiskivinnumálum tilmælið um eina fiskivinnunýskipan, mælir til, at stovnsmeting skal gerast av øllum vinnuligum fiskasløgum í Føroyum, Hetta skal gerast so vitan fæst um, hvussu stórur stovnurin er, og hvussu stórt veiðutrýstið er á fiskastovnarnar, heldur arbeiðsbólkurin í uppskotinum. Bólkurin mælir eisini til, at veiðireglur skulu gerast fyri allar fiskastovnar og allan fiskiskap í føroyskum sjógvi. Hetta skal so verða partur av einari langtiðar umsitingarætlan. Veiðireglan skal brúkast til at at gera av, hvussu fiskastovnarnir skulu røkjast, og hvussu fiskiskapurin skal skipast í framtíðini. Bólkurin mælir eisini til, at havrannsóknir og granskingin av fiskastovnunum verður uppraðfest. Arbeiðsbólkurin heldur, at fráboðanarskipanin í fiskskapinum eigur at verða endurskoðað og dagførd, so neyvari hagtøl fáast. Hetta skal millum annað gerast, so bátar undir 15 tons eisini skulu koma við veiðifráboðanum. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur nú fingið álitið frá serfrøðingabólkinum, ið hann í januar setti at gera tilmæli um eina nýskipan av føroysku fiskivinnuni. Arbeiðssetningurin hjá nevndini fevnir víða og tilmælini eru eisini mong. Men við álitinum í hondini eru framvegis nógvar avgerðir at taka hjá politisku skipanini. Vit greina álitið saman við Johnny í Grótinum, formanni í nýskipanarnevndini. Bókin hjá Sjúrði Skaale, 2000 tá Føroyar skuldu loysa , hevur av álvara kynt í aftur kjakið um ætlanirnar hjá fullveldislandsstýrinum, ið tók við eftir valið í 1998. Sjúrður Skaale, sum var politiskur embætismaður hetta skiftið, lýsir í bókini teir fýra, dramatisku fundirnar á Christiansborg, tá landsstýrið og danska stjórnin tingast um treytirnar fyri føroyskum fullveldi. Hann lýsir politisku støðuna heima í Føroyum, og inni í samgonguni. Sambært høvundinum sjálvum vóru árini hjá fullveldislandsstýrinum uttan samanbering mest hendingaríka og spennandi tíðarskeið í nýggjari, politiskari søgu. Løgmaður hetta tíðarskeiðið var Anfinn Kallsberg. Hann hittu vit norðuri á Viðareiði til eina samrøðu um fullveldismálið, fyrireikingarnar heima í Føroyum, samráðingarnar á Christiansborg, avlýstu fólkaatkvøðuna, samstarvið við Tjóðveldisflokkin og bókaaktuella Sjúrð Skaale. Møguleiki er nú fyri einum svari upp á spurningin, hví danska Bygningsstyrelsen ikki enn hevur goldið fyri gamla bankabygningin í Húsagøtu í Havn, sum ætlanin er at keypa til politistøð. Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, hevur spurt danska løgmálaráðharran, Søren Pind, um málið. Nú eru meira enn tvey ár síðani, at danskir myndugleikar spurdu Tórshavnar kommunu, um til bar at keypa BankNordik bygningin. Sambært Sjúrði Skaale er talan um gott tilboð. Kommunan tók av, hóast aðrar ætlanir vóru við bygninginum. 8. januar í ár gjørdu Bygningsstyrelsen og Tórshavnar kommuna treytaða keypsavtalu. Treytin er, at Fíggjarnevndin hjá Fólkatinginum góðkennir keypið. Fíggjarnevndin hevur tó onga áheitan fingið um tað enn. Hvørki í Danmark ella her í Føroyum ber til at fáa at vita, hví keypið dregur út. Tórshavnar kommuna keypti bygningin frá BankNordik hálvan mai 2013 fyri 40 milliónir krónur. BankNordik fekk sínar pengar frá kommununi í januar í ár. Sjúrður Skaale sigur, at hann fleiri ferðir óformliga hevur spurt løgmálaráðharran um málið. Men nú hevur Søren Pind fingið formligan fyrispurning í Fólkatinginum. Kommunur ansið eftir Systkinabørnini, Ingmar Valdemarson á Løgmansbø og John Johannesen eru farnir í hernað móti dálking. Við skrelliposa í hond kunnu tit vænta, at teir rudda upp í tínari kommunu. Men ansið eftir. Í hinari hondini hava teir eitt kamera, so teir kunnu avdúka, hvussu illa tín kommuna er dálkað. Fyri nøkrum døgum síðani gingu teir í Leitisvatni og kundu vísa, at teir høvdu savnað millum annað 20 kilo av plastikki og fleiri enn 200 sigarettstubbar. Í gjár í fagrasta veðri stóð Sandágerð í Havn fyri skotum. Tórshavnar kommuna avjørdi í juli at bjóða arbeiðið, at gera Skúlan á Fløtum, út av nýggjum, tí boðini, sum komu inn, vóru alt ov høg. Tað skrivar Tórshavnar Kommuna á heimasíðu sínari. Lægsta boðið átti MT Højgaard, sum bjóðaði sær til at byggja skúlan fyri 273 milliónir krónur. Tað var 25 milliónir krónir meira, enn kommunan hevði mett kostnaðin fyri byggingina. Kommunan hevur arbeitt við at fyrireika nýtt útboð síðani í juli og nakrar broytingar eru. Eitt nú eru felagsøki eittsindur minni og tekniskar loysnir innan ljós og ventilatión eru broyttar nakað. Trý feløg ella samtøk eru boðin inn at bjóða uppá skúlan. Tey eru P F Articon og Sp f Búsetur við undirarbeiðstakarum P F MT Højgaard Føroyar við undirarbeiðstakarum P F J og K Petersen, Sp f Húsavarðatænastan og Sp f TG Verk við undirarbeiðstakarum Lisitatiónin verður 20. oktober 2016 klokkan 14 00. Skúlin á Fløtum verður umleið 11.600 fermetrar stórur. Til samans verða umleið 850 næmingar og 100 starvsfólk á skúlanum. Skúlin verður bygdur í trimum byggistigum árini 2018 20. Í juni 2016 varð farið undir avgrevstur úti á Fløtum, sum er um at verða liðugur. órarinn Leifsson var í fjør í uppskoti til at vinna virðisløn Norðurlandaráðsins fyri barna og ungdómsbókmentir fyri bókina Maðurinn sem hataði b rn. Tað er Norrøna Felagið, ið hevur fingið vitjanina í lag umvegis eina skipan undir Norðurlendska Ráðharraráðnum, kallað Nordisk Forfatterbesøk. Endamálið er at fáa rithøvundar at vitja skúlar í grannalondum fyri at geva børnunum betri kunnleika til norðurlendsku grannamálini. Øll eru vælkomin at senda Heilsu og innlendismálaráðnum uppskot. Talan kann eitt nú vera um persónar, feløg, virkir ella fyritøkur. Virðislønin verður handað 17. oktober, tá Fólkaheilsuráðið og Heilsu og innlendismálaráðið skipa fyri ráðstevnu, sum rópast Fólkaheilsa fyri øll. Endamálið við landsinnsavningini er, at at hjálpa mongu flóttafólkunum í Miðeystri, sum annaðhvørt eru flóttar í grannalondunum ella í egnum landi. Fyri peningin verða keypt teppi, tjøld, ymiskt til reinføri, heilivágur og reint vatn. Til dømis røkka 150 krónur til 3000 litrar av reinum drekkivatni. 200 krónur røkka til tjaldbúðir, at verja tvær flóttafólkafamiljur móti regni og vindi, og 500 krónur røkka til mat til 15 hungrað børn í ein mánaða. Partur av landsinnsavningini verður goymdur, soleiðis at Reyði Krossur skjótt kann veita hjálpandi hond, tá jarðskjálvti, vatnflóð ella onnur vanlukka bráddliga hendir. Reyði Krossur fegnast eisini um, at fíggjarlógaruppskotið fyri 2017 hækkar játtanina til neyðhjálp úr einari millión upp í fýra milliónir krónur. Við hesum upphæddum kunnu Føroyar sum land veruliga gera mun, har fólk eru hótt av kríggi, náttúruvanlukkum og fátækradømi, skrivar Reyði Krossur Føroya í tíðindaskrivi. Danski staturin skal keypa gamla BankNordik bygningin í Húsagøtu í Havn og eitt lendi við bygningin frá Tórshavnar kommunu fyri 41,5 milliónir krónur. Tað sæst í fíggjarnevndarskjalínum, sum Fíggjarnevndin hjá Fólkatinginum nú hevur fingið. Harafturat skal bygningurin umvælast og nútímansgerast fyri meira enn tað dupulta, so samanumtikið fer nýgggja politistøðin í Havn at kosta 105,9 milliónir krónur. Nú eru meira enn tvey ár síðani, at danska Bygningsstyelsen spurdi Tórshavnar kommunu, um til bar at keypa BankNordik bygningin, tí hann skal leigast Ríkispolitinum. 8. januar í ár gjørdu Bygningsstyrelsen og Tórshavnar kommuna treytaða keypsavtalu. Treytin er, at Fíggjarnevndin hjá fólkatinginum góðkennir keypið. Tórshavnar kommuna keypti bygningin frá BankNordik hálvan mai 2013 fyri 40 milliónir krónur. BankNordik fekk sínar pengar frá kommununi í januar í ár. Fíggjarnevndin hjá Fólkatinginum hevur fund í dag. Byr dets bekæmpelse af bumser i byrummet , sigur listamaðurin og kritikkarin Ole Wich millum annað um Steinatún, í sendingini Almenna rúmið Steðgur í Steinatúni. Í sendingini verður farið á rannsóknarferð í almennum útirúmum, har nógv umrødda Steinatún verður nýtt sum dømi. Vit fara at kanna, hvussu hesi útirúm eru hugsað, hvussu tey kunnu betrast, hvussu tey eru ætlaði, hvussu vit trívast í teimum og hví. Ferðaleiðarar á steðginum í Steinatúni eru fakfólk, ið vita. Hesi eru Ole Wich, listamaður, Heidi Poulsen, arkitektur, Kinna Poulsen, listafrøðingur, Ólavur Sverri Trond Thorsteinsson, listamaður og Michael Jacobæus, landslagsarkitektur. Annita á Fríðriksmørk er løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, ið er forkvinna í tingbólki floksins. Hon hevur greitt boðað frá, at hon ikki fer á Fólkating. Tað segði hon við in.fo 1. august. Men nú er Annita á Fríðriksmørk ikki so avgjørd longur. Við útvarpið sigur hon, at hon dregur á bæði. Hon umhugsar at velja Fólkatingið fram um Løgtingið avgerðin verður tikin ein av næstu døgunum, sigur hon. Annita er fimtvald á listanum hjá Tjóðveldi. Orsøkin til, at vit skulu so langt niður á listan fyri at manna fólkatingssessin, er samtykt teirra, ið sigur, at tú ikki kanst vera løgtings ella landsstýrisfólk, meðan tú ert á Fólkatingi. Tú ert annað ikki bæði. Høgni Hoydal er fyrstvaldur, men hann er landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Nummar tvey á listanum er Magni Arge, sum í næstum fer í farloyvi frá Fólkatinginum, fyri at sleppa í Løgtingið. Nummar trý á listanum er Sirið Stenberg, sum er landsstýriskvinna í heilsumálum. Nummar fýra er Kristina Háfoss, men hon er landsstýriskvinna í fíggjarmálum og soleiðis fer stafettin víðari til Annitu á Fríðriksmørk, løgtingskvinnu, sum er nummar fimm á fólkatingslistanum hjá Tjóðveldi. Tá Fólkatingið hevur góðtikið farloyvisumbønina frá Magna Arge, fer Fólkatingið at spyrja Annitu á Fríðriksmørk, um hon tekur sæti sum fólkatingsumboð fyri Tjóðveldi. Tað fer hon altso kanska at gera. Ger Annita á Fríðriksmørk ikki tað, er tað Tórbjørn Jacobsen, sum stendur fyri tørni. Hann er borgarstjóri í Runavík, men samtyktin hjá Tjóðveldi sigur einki um borgarstjórar. Tú kanst ikki vera løgtingslimur og fólkatingslimur samstundis, men tú kanst gott vera løgtingslimur og borgarstjóri tað er tað dømi um og tí kanst tú eisini vera fólkatingslimur og borgarstjóri samstundis. Útvarpið hevur ringt til Tórbjørn Jacobsen fleiri ferðir í morgun, men hann tekur ikki telefonina. Útvarpið ætlaði at spyrja, um hann fer á fólkating, um Annita á Fríðriksmørk velur Løgtingið framum. Spurning hevur Tórbjørn Jacobsen áður fingið beinleiðis á Facebook. Tá svaraði hann Eg fyrihaldi meg ikki til fuglar á takinum, bara til fuglar í lógvanum . Fyri, at Tórbjørn Jacobsen kann fyrihalda seg til nakran fugl í lógvanum, skal Annita á Fríðriksmørk gera av, um hon flýgur til Danmarkar, ella fuglarnir flúgva til Runavíkar. Nummar sjey, átta og níggju á fólkatingslistanum hjá Tjóðveldi eru ávíkavist Óluva Klettskarð, Gunnvør Balle og Pauli Trónd Petersen. Løgreglan hevur góðar slóðir at elta í málinum um innbrot og herverk í svimjihylinum í Havn. Fleiri rútar eru brotnir, og óbodni gesturin hevur stolið vekslipengarnar, sum lógu í pengakassanum. Talan er om sera lítla upphædd, sigur Hildur Hentze, dagligur leiðari á kriminaldeildini. Løgreglan er liðug við kanningarnar, og hevur tryggjað slóðir frá blóði, fingramerkjum og fótasporum. Tað var klokkan hálvgum seks í morgun, at løgreglan fekk fráboðan um, at innbrot hevði verið í svimjihøllina í Gundadali. Tilfarið hjá slóðunum verður nú sent til Danmarkar til kanningar. Hildur Hentze sigur, at tað kunnu ganga vikur, áðrenn úrslitið av kanninginum er greitt. Tíðliga í summar var røð av innbrotum í Havnini. Tá varð eisini umfatandi innbrot í svimjihøllina og í ÍSF húsið, sum liggur yvir av svimjihøllini, og í felagshúsinum hjá gulu skótunum. Fiskivinnunýskipanarnevndin mælir til at skera núverandi seks skipabólkar niður í tríggjar bólkar. Tað fer at raka summar bólkar meint, tí ringt verður at kappast við størri skip um kvotur. Tað sigur formaðurin í felagnum trolbátar, Bjarni í Skálum. Landsstýrismaðurin í Fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, sigur við útvarpið, at skipasløg, og spurningurin um, hvussu tey skulu bólkast, verður dúgliga viðgjørdur politiskt, áðrenn avgerð verður tikin. Pólska fosturtøkulógin er longu millum tær strangastu í Evropa, men nýggja fosturtøkulógin, ið skuldi setast í gildi, var uppaftur strangari. Uppskotið segði millum annað, at kvinnnur, sum fáa fosturtøku, kunnu revsast við fimm ára fongsulsrevsing eisini um tær eru vorðnar við barn eftir neyðtøku ella blóðskemd. Eisini kunnu kvinnur, ið fáa fosturtøku, fáa fongsulsrevsing. Somuleiðis segði lógaruppskotið, at um ein kvinna missir fostrið av sær sjálvum, kann tað enda við fongsulsrevsing, um kvinnan ikki kann prógva, at hon ikki hevur viðvirkað til fosturtøku. Tað eru broytingar sum hesar, ið ikki koma í gildi. Hetta millum annað tí, at ógvusligu mótmælistiltøk vóru. Pólskar kvinnur í hópatali mótmæltu. Mótmælini vóru ikki bara í Póllandi, men eisini í Berlin, París, London og Brússel og tað hevur pólska stjørnin tikið til eftirtektar nú lógin verður av ongum. Av teimum 450 limunum í stjørnini, atkvøddu 352 í móti, 58 fyri, meðan 18 greiddu ikki atkvøðu. Sostatt vóru ætlaðu broytingarnar í fosturtøkulógini av ongum. Lógin er tó strang í dag. Hon er frá 1993 og sigur, at fosturtøkur bara eru lógligar, um lív ella heilsa hjá kvinnuni er í vanda, um fostrið ber álvarslig brek, ella um kvinnan er blivin upp á vegin eftir neyðtøku ella blóðskemd. Sambært pólska heilsumálaráðnum verða einar 1000 lógligar fosturtøkur framdar í Póllandi árliga. Mett verður, at veruliga talið er nógv størri, at millum 80.000 og 190.000 kvinnur fáa fosturtøku annaðhvørt ólógliga í Póllandi ella uttanlands. Teimum varð álagt at finna eina semju. Tað gjørdu partarnar, men teir taka ikki undir við semjuni. Tað siga Bárður á Steig Nielsen, Jacob Vestergaard og Bill Justinussen, sum umboða andstøðuna í fíggjarnevndini. Teir taka ikki undir við at uppskotinum frá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, um at broyta lógina um Marknagilsdepilin, og mæla tinginum frá at samtykkja broytingina. Sambært upprunaliga uppskotinum frá landsstýriskvinnuni skuldi Glasir hitast við jarðhita, og tað varð mett at kosta 13,4 milliónir krónur. Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, bað tí tingið um at hækka upphæddina í verklagslógini fyri Glasir úr 515 milliónum upp í 528,4 milliónir krónur Tá uppskotið hevði fingið fyrstu viðgerð í tinginum og var farið í fíggjarnevndina, kom fram, at Fjarhitafelagið eisini segði seg kunna veita eina umhvørvisliga orkuloysn. Rigmor Dam bað síðani partarnar um semjast, og tað endaði við, at Glasir bæði skal hitast við jarðhita og fjarhita. Henda loysnin verður mett at kosta átta milliónir krónur og ikki 13,4 milliónir, sum Rigmor Dam bað tingið um. Samgonguumboðini í fíggjarnevndini, Ruth Vang, Helena Dam á Neystabø, Kristin Michelsen og Pauli Trond Petersen, taka undir við broytingini. Tey mæla til, at upphæddin í verklagslógini 523 milliónir krónur, 5,4 milliónir minni enn upprunaliga uppskotið. Fíggjarnevndin hevur lagt álit fram, og tingið fer at atkvøða í málinum í næstu viku. Annita á Fríðriksmørk í Tjóðveldi fer ikki á Fólkating fyri Magna Arge, sum ætlar sær aftur í Løgtingið. Tað boðar Annita á Fríðsmørk frá í einum tíðindaskrivi seinnapartin. Sum partur av samgonguni og forkvinna í tingbólkinum hjá Tjóðveldi, eru nógvar spennandi uppgávur, eitt nú fiskivinnunýskipaninan, pensjónsnýskipanin, heilsunýskipanin og stjórnarskipanin, sigur hon. Hesar uppgavur krevja nógv av politisku skipanini, tí semjur skulu gerast tvørtur um samgonguflokkar, og tvørtur um samgongu og andstøðu sigur Annita á Fríðriksmørk. Av tí, at tað ikki ber til at sita í báðum sessum samstundis, boði eg frá, at eg sjálvsagt taki løgtingsarbeiðið framum, og harvið ikki taki av fólkatingssessinum, sum stendur mær í boði, sigur hon. Spildurnýggi sangurin Reytt pass , við 200 og Swangah, og fimtan ára gamla upptøkan av Australia , við Kim Hansen, royna seg gjøgnum Nálareygað. Í sendingini hitta vit fløguaktuellu Heiðrik á Heygum og Guðrið Hansdóttir. Heiðrikur tekur okkum við á eina jaliga jarðarferð og Guðrið greiðir frá tónleikinum á nýggju fløguni. Í sendingini hyggja vit eisini at bókmentarákinum, har høvundar skriva út frá egnum upplivingum, eins og nýggja stuttsøgusavnið eftir Katrin Ottarsdóttir verður ummælt. Í tíðindaskrivi sigur Vága Tjóðveldisfelag, at tað kemur teimum dátt við, at Ingolf S. Olsen, ið er einasta umboð úr Vágum í tingbólkinum hjá Tjóðveldi, nú fyribils noyðist úr Løgtinginum. Ingolf S. Olsen er framsøgumaður floksins í fiskivinnumálum. Tí rakar hetta serliga meint, nú tá ið harðast fer at leika á í arbeiðinum at finna eina semju um fiskivinnunýskipan. Felagið kemur við áheitan um, at Ingolf S. Olsen kemur inn aftur í Løgtingið, tá ið árið er liðið. Ingolf S. Olsen, ið var varamaður á tingi, misti tingsessin, tí Magni Arge kemur aftur í Løgtingið. Av tí Torbjørn Jacobsen, sum ikki situr í Løgtinginum, fer í Fólkatingið, er ongin løgtingssessur til Ingolf S. Olsen. Magni Arge hevur farloyvi úr danska Fólkatinginum frá 18. oktober til 31. desember. At keypa gamla bankabygningin í Húsagøtu í Havn er einasti møguleiki fyri at fáa nýggja politistøð. Loysnin kostar 106 milliónir krónur sambært teimum metingum, sum nú eru tøkar í Danmark. Árliga húsaleigan fer at kosta 4,3 milliónir krónur meira um árið. Tað ber ikki til til at finna aðra nóg góða loysn við teimum bygningum, sum eru í Havnini. Tað sigur Hans Christian Schmidt, ráðharri í flutnings og bygningsmálum, í fíggjarnevndarskjalinum til Fíggjarnevndina hjá Fólkatinginum, Heldur ikki ber til at byggja, tí nóg gott grundstykki fæst ikki og tað verður eisini ov dýrt at gera eitt stykki byggibúgvið. Harafturat krevst ein skjót loysn, tí inniluftin har, sum politiið leigar nú, er vánalig. Politiið hevur tí skund at flyta. Ein annar møguleiki er samstarv millum tað almenna og privat um ein bygning, sum politið kann leiga frá Bygningsstyrelsen. Men tann møguleikin er ikki veruligur í Føroyum, tí eingin kann lyfta uppgávuna, sigur ráðharrin við Fíggjarnevndina. Fíggjarnevndin hevur ikki viðgjørt umsóknina frá Hans Christian Schmidt enn. Nevndin hevur fund aftur 13. oktober. Heilsurøktarafelagið hevur gjørt nýggjan sáttmála við Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið, sum er galdandi frá 1. oktober í fjør. Heilsurøktarafelagið fær somu lønarhækking sum hini fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum, tað er 2,25 prosent 1. oktober í fjør, og 1,9 prosent 1. oktober í ár. Heildarveitingin er 641,8 milliónir krónur um árið hesi fýra árini. Tað er hon sambært semju, sum Claus Hjort Frederiksen og Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, gjørdu í apríl. Heildarveitingin, ella blokkurin, úr statskassanum verður latin sambært lóg frá 1993. Tá vórðu sjey studningar og fýra endurgjøld úr statskassanum løgd saman í ein blokk til landskassan. Hetta gjørdi, at heimastýrið avgjørdi, hvussu pengarnir skuldu brúkast. Teir vóru ikki markaðir longur. Í 2002 varð blokkurin frystur, sum sagt varð. Tað var eftir ynski úr Føroyum. Hann var so 615,5 milliónir krónur líka til 2012, tá hann varð prístalsviðgjørdur, eisini eftir ynski úr Føroyum. Í 2012 hækkaði heildarveitingin upp í 624,1 millión, og hon kom upp í 641,8 milliónir í 2015. Prístalsviðgerðin legði 26,3 milliónir um árið aftur at blokkinum. Og har, á 641,8 milliónum, verður hann verandi í hvussu so er til og við 2019, tí nú er hann frystur aftur eftir ynski úr Føroyum. Í samband við at altjóða sálarheilsudagur verður hildin mánadagin 10. oktober, hevur Anna Nólsøe Joensen skrivað nakrar hugleiðingar um støðuna hjá sálarveikum og hvør hjálp er at heinta, ella serliga hvør hjálp ikki er at heimta. Anna er 19 ára gomul, og hevur verið rakt av sálarsjúku. Í dag fær Anna hjálp og hevur tað betri. Men hon saknar eina bráfeingishjálp til tey, sum kenna seg rakta av eini psykosu. Anna saknar at sálarheilsan verður raðfest líka høgt sum kropsliga heilsan. Serliga er tað upplýsing og fyribyrging, sum skal raðfestast hægri. Eg havi leingi hugsað um, hvat sálarheilsa ber í sær. Í hvussu stóran mun sálarheilsa verður drigin inní føroyska samfelagið. Hvussu nógv verður gjørt fyri, at føroyskir borgarar varðveita eina góða og sunna heilsu og fyribyrgja sálarligum lýðingum. Tað kann tosast nógv um psykiatriina. Men hesa ferð snúgva mínir tankar seg mest um tað, sum kann fara fram, áðrenn man kemur so langt sum inná psykiatri. Vit eru øll bert menniskju. Livandi verur, sum hvør í sær, leggja okkara putlispæl, prikk fyri prikk. Hjá summum fellur tað lætt at fáa prikkarnar at hanga saman og tað kennist lætt at síggja heildarmyndina, hóast allir prikkarnir enn ikki eru lagdir. Fyrsti prikkurin verður lagdur, tá tú verður føddur inn í hesa verð, og í barnaárinum savna foreldur, familja, ella onnur avvarðandi tínar prikkar fyri teg. Men tá tú gerst nóg vaksin, er tað tín uppgáva at savna tær fleiri prikkar, fyri at fylla ymisk hol í putlispælinum út. Eisini gerst tað tín ábyrgd at fanga heildarmyndina í spælinum, so tú kann víðka tína leitan eftir nýggjum prikkum. Hjá summum fellur hetta sum ein tung uppgáva. Putlispælið gerst av ymiskum orsøkum holut og torført at fáa yvirlit yvir. Hvussu tú so roynir at venda og dreyga hesum slitnu prikkum, sýnist einki at bera til. Tað er her, at vit, sum samfelag, skulu duga at veita eina hjálpandi hond. Tá putlispælið gerst tungt og holini eru ov nógv í tali, skal verða lætt og skjótt til góða, upplýsandi, og fyribyrgjandi hjálp. Jú skjótari tú fært hjálp at fylla holini út jú skjótari tú fært yvirlit yvir heildarmyndina aftur tess skjótari kanst tú víðka tína leitan eftir nýggjum prikkum. Vit vita øll um skilið á Psykiatriska deplinum, at tað uppá 7 mánaðar í ár, eru yvir 50 fleiri innleggingar enn í øllum 2015 tilsamans. Tað kann hugsast, at hjálpin sum er at heinta, áðrenn tað fer so langt sum til eina innleggjan, ikki er nøktandi. Tað er bæði á tí ambulanta økinum í psykiatriini, men ikki minst eisini í føroyska samfelagnum sum heild. Vit kunnu ikki blíva við bert at vóna og vænta, at støðan fer at batna. Vit eru í ferð við at fáa ein stóran samfelagstrupulleika um hettar verður gongdin og tað er lítið og aldeilis einki virðiligt fyri fólk, ið stríðist fyri lívinum, orsakað av teirra egna sinni. Hóast psykiatriska økið er raðfest hægri seinastu árini, hava vit tíverri sera nógv at innheinta og tað sæst aftur nú. Peningurin, ið hvørt ár verður játtaður til økið, merkist ikki aftur, har hann skal gera mun. Peningurin verður játtaður av ovasta myndugleika, men nær ongantíð teim menniskjum, ið hava tørv á honum. Hesi menniskju merkja ikki ágóðan. Vit áttu at hugt eitt sindur burtur frá sjálvari psykiatriini og ístaðin sett fokus á tað, ið gerast kann, áðrenn tað nær so langt, sum at noyðast undir útgreinging. Hvat kundu vit gjørt Hvat kundu vit gjørt fyri at lofta føroysku børnunum, ungdóminum, teim vaksnu og teim gomlu, áðrenn tey gerast so sjúk at innleggjan er einasta loysnin Tá eg hyggi í føroysku bløðini, tá eg ferðist á sosialu miðlunum og tá eg síggi føroyskar lýsingar, verið eg bombarderað við ráðum um, hvussu eg haldi mín kropp sunnan. Eta grønt, renna, venja, svimja men, hvat við nøkrum so natúrligum sum kenslum At gráta, flenna, rópa, tiga, smílast, vera keddur, illur, flóvur, smæðin, ørkymlaður, bangin, ósikkur Eg hvørki hoyri ella lesi serliga nógv um tað Um føroyingar vilja hava hjálp til at leggja av at roykja, kann man, sambært fólkaheilsuráðnum, ókeypis skriva gevst til 1919, og tú fært vegleiðing og uppmuntrandi sms boð, sum hjálpa tær at leggja av. Um tú gerst tungur í huga, stríðist fyri at fáa gerandisdagin at hanga saman, um alt kennist svárt og óendaligt so er tað brádliga ikki so einfalt at heinta hjálp. Vit vita øll hvat skal til, fyri at fyribyrgja ymsum somatiskum sjúkum men vit vita ikki líka væl, hvussu vit fyribyrgja sálarligum lýðingum, tí hettar verður ikki raðfest líka høgt sum tann kropsligi parturin. Ongin av okkum er tryggjaður at sleppa undan sálarligum lýðingum. Tað kann raka okkum øll. Eg bleiv rakt og eg fari ikki at halda mær aftur við at tosa opið um tað, tí hví skuldi eg Sálarheilsa eigur ikki at verða knýtt afturat fordómum vit eiga at tosa um hesi viðurskifti bæði í barnagørðum, fólkaskúlum, miðnámsskúlum, arbeiðsplássum og miðlunum sum ein nátúrligur partur av gerandisdegnum sum ein náttúrligur partur av lívinum Tað er tann góða fíggjarliga støðan hjá SEV, ið er orsøk til uppskotið, um at lækka prísin, sigur Jákup Suni Lauritsen, nevndarformaður í SEV, sambært útvarpinum. Fíggjarliga støðan hjá SEV kann koma tær til góðar, tí SEV fer at mæla aðalfundinum til, at lækka prísin við umleið fimm oyrum fyri kilowatttíman. Tað fer at kosta SEV 15 milliónir krónur í mistum inntøkum komandi fíggjarár. Men Jákup Suni Lauritsen væntar, at aðalfundurin fer at lurta eftir tilmælinum. Í síðsta enda er tað aðalfundurin, sum avger tað. Men eg vænti, eigararnir fara at fylgja tilmælinum frá okkum nevndini, red. sigur Jákup Suni Lauritsen, nevndarformaður. SEV hevur avgjørt at útseta ætlanina um at byggja nýtt høvuðssæti. Men tað er ikki orsøkin, at streymprísurin lækkar, sigur Jákup Suni Lauritsen við útvarpið. Verkið Olympia 1863 av duoard Manet myndin omanfyri , er eitt høvuðsverk í franskari listasøgu, og nógv vitja Musee d Orsay í París fyri at síggja eyðkenda verkið. Kortini tá tað fyrstu ferð varð sýnt fram í 1865, gjørdust fólk ill og vóru stoytt. Eygnabráið hjá Olympiu varð mett at vera stoytandi og kvinnan at vera ein skøkja. Í dag hevur fatanin av verkinum broytt seg, eins og fatanin um hvat list er hevur broytt seg. Markið millum tað, sum fólk hava andstygd fyri, og tað, sum verður sæð sum eitt stórfingið verk verður støðugt tillagað. Solveig Hanusardóttir Olsen, listfrøðingur, hevur framløga á Listasavni Føroya sunnudagin 9. oktober kl. 16. Í framløguni verður hugt nærri at hesum markinum. Morgunsendingin er í Listaskálanum og tosar við Solveig Hanusardóttir Olsen. Juan Manuel Santos, forseti í Kolumbia, fær 10. desember Friðarheiðursløn Nobels 2016, tá virðislønin verður latin á árligu handanini í Oslo. Juan Manuel Santos fær friðarheiðurslønina fyri sítt íkast at tryggja frið í Kolumbia, sum í hálva øld hevur verið plágað av borgarakríggi. Í ár vóru 376 í uppskoti at fáa friðarheiðurslønina hjá Nobel, ið er tað størsta talið nakrantíð. 228 fólk og 148 felagsskapir vóru í ár tilnevnd. Tá morgunsendingin fekk orðið á Martu Anthoniussen, hevði Matthew enn ikki tikið dik á seg. Nú sita fólk uppi og fylgja við í tí, sum verður fráboðað um ódnina Anfinnur Johansen, lektari í málfrøði, sigur frá ymsum navnasiðum í Føroyum, og Jógvan Fríðriksson, biskupur, sigur frá líknilsinum um súrdeiggið. Miðvøllur og álop Sølvi Vatnhamar Fróði Benjaminsen Hallur Hansson Rene Shaki Joensen Brandur Hendriksson Olsen Jóan Símun Edmundsson Útskiftarar Teitur M. Gestsson Kristian Joensen Jóhan Troest Davidsen Gilli Rólantsson Sørensen Pól Jóhannus Justinussen Rógvi Baldvinsson Bárður J. Hansen Kaj Leo í Bartalsstovu Heini Vatnsdal Árni Frederiksberg Klæmint A. Olsen Páll Klettskarð Bergur vaknar um morgunin tann 1. desember. Hann heldur, at tað einasta, hann fer at uppliva tann dagin, er at fáa kalendaragávu og síðani skúlan, men so er ikki. Elin á Rógvi skrivaði og legði til rættis. Jón Svein Heinesen og Finnur Hansen stóðu fyri tí tekniska. Bergur vaknar um morgunin tann 1. desember. Hann heldur, at tað einasta, hann fer at uppliva tann dagin, er at fáa kalendaragávu og síðani skúlan, men so er ikki. Elin á Rógvi skrivaði og legði til røttis. Jón Svein Heinesen og Finnur Hansen stóðu fyri tí tekniska. Bergur vaknar um morgunin tann 1. desember. Hann heldur, at tað einasta, hann fer at uppliva tann dagin, er at fáa kalendaragávu og síðani skúlan, men so er ikki. Elin á Rógvi skrivaði og legði til røttis. Jón Svein Heinesen og Finnur Hansen stóðu fyri tí tekniska. Sonja Jógvansdóttir, sum ikki er í nøkrum flokki, tekur undir við uppskotinum. Tað segði Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, tá orðaskiftið um fíggjarlógina endaði í gjárkvøldið. Kaj Leo Holm Johannesen í Sambandsflokkinum vildi undir orðaskiftinum hava at vita, um samgongan telur Sonju Jógvansdóttir við, tá hon telur atkvøðurnar fyri fíggjarlógini. Tí sambært tingmanninum tók Sonja Jógvansdóttir ikki undir við uppskotinum í framløgu sínari í tinginum. Sonja Jógvansdóttir er við, sigur Kristina Háfoss. Sjálv segði Sonja Jógvansdóttir, at tey eru 17 fyri fíggjarlógaruppskotinum. Men hon saknar nógv í uppskotinum hjá landsstýrinum, segði hon. Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík, fer nú at heita á býráðið um at geva sær loyvi, at røkja starvið sum borgarstjóri samstundis sum fólkatingssessin. Hóast hann fer at heita á býráðið í Runavík um at fáa loyvi at røkja báðar sessirnar samstundis, ásannar hann, at tað kann gerast neyðugt at fara í farloyvi. Fyri at fáa tingini at ganga upp, verði eg noyddur til at fara í farloyvi og lata varaborgarstjóran taka yvir í ávísum tíðarskeiðum, sigur hann við útvarpið. Nú stendur tað so til Runavíkar býráð at gera av, um Tórbjørn Jacobsen kann røkja borgarstjórastarvið frá 18. oktober og árið út, skal hann í Fólkatingið. Vit hoyra 4. part av jólakalendaranum Eg sá ein eingil. Elin á Rógvi skrivaði og legði til rættis. Jón Svein Heinesen og Finnur Hansen stóðu fyri tí tekniska. Setanarbólkurin, ið skal gera tilmæli um aðalstjórastarvið í Uttanríkis og vinnumálaráðnum, er liðugur við arbeiðið, og hevur greitt úr hondum tilmælið. Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri, sum eisini er í setanarbólkinum, vil ikki siga, hvussu nógv fólk eru innstillað til aðalstjórastarvið í ráðnum. Hetta er aðru ferð, søkt hevur verið eftir aðalstjóra til Uttanríkis og Vinnumálaráðið í hesum umfarinum eftir at rumbul tók seg upp um setanartilgongdina. Tá freistin at søkja starvið aðru ferð var úti fyrst í september, høvdu sjey fólk søkt. Setanarbólkurin er tann sami sum seinast, starvið varð lýst leyst. Gestaverturin í slakar 50 minuttir er Jógvan Thomsen úr Nólsoy og stjóri á Vinnustovninum. Eftir í fleiri mánaðir at hava verið troyttað við, hvør tjóðveldismaður ella kona tímir á Fólkating, so sær út til, at tað verður ein borgarstjóri. 246 síður um, hvussu vit vinna flest pening úr fiskivinnuni og ein so stórur partur, sum til ber, skal fara í landskassan. Í hesi vikuni hava vit hoyrt um plast brigaduna, sum er farin at rudda plast kring landið. Sirið Stenberg heldur, at tað kann gerast soleiðis, at Føroyar samstarva við eitt grannaland um tað, sum føroyingar í fyrstu syftu ikki sjálvir hava førleika at umsita einsamallir. Landsstýriskvinnan veit ikki at siga, nær landslæknaembætið verður yvirtikið, men tá persóns , familju og arvarætturin er yvirtikið, kundi landslæknaembætið verði tað næsta, heldur hon. Hví halda nøkur, at eitt tað mest nátúrliga sum er, er vemmiligt Í RøddinLive sendingini varpað vit ljós á menstruatión bæði so og so. Vita dreingir nóg mikið um menstratión, og hvat kunnu gentir gera fyri gera tað so gott sum gjørligt fyri vaginuna, meðan hon er í reyða feltinum Vit práta við Hjalta Hammer Matras um, hvat hann veit um menstruatión. Laura Gunnváardóttir hugleiðir um menstruatión. Durita Fagradal Augustinussen og Astrið Gullborgardóttir greiða frá, fyrstu ferð tær fingu menstruatión. Durita Dahl Andreassen og Mariann Hansen greiða frá feministiska leikinum, sum millum annað snýr seg um menstruatión. At enda práta vit við Maju Nyvang Christiansen, sum hevur skrivað bókina Gennemblødt , sum snýr seg um menstruatión. Laura hugleiðir um orðið mánasjúka, fyrstuferð, hon fekk menstruatión, hvussu nógv bind og tampongir kosta, kvinnur í burðardyggum aldri og samfelag. Skrivað hava Laura Gunnváardóttir og Jóhanna Magnusardóttir Leikurin Einaferð var tað eg snýr seg um eina 30 ára gamla kvinnu, sum stendur í einum vegamóti. Leikarinnurnar handan leikin, Mariann Hansen og Durita Dahl Andreassen, tosa um kvinnur og um at bera mánan. Ímillum oyruni eru kertlar, sum senda kynshormon út, og at gentur byrja at fáa breiða rumpu og bringu er eitt tekin um, at kynshormonini eru farin í sving. Menstruatión er eisini ein partur av hesari broytingini. Tað hevur verið sagt, at av tí at so fá søktu um familjuískoyti fyrra hálvár í ár, er tað tekin um, at nógv færri familjur eru í fátrækraváða enn hildið. Tá lógin varð samtykt, varð mett, at einar 500 familjur høvdu tørv á hesum ískoyti, og tann metingin er ikki so langt av leið, sigur landsstýriskvinnan í almannamálum. Sambært lógini fáa barnafamiljur, har inntøkan er minni enn 200.000 krónur , fulla upphædd. Ískoytið lækkar so hvørt, inntøkan hækkar. Á Haiti eru fleiri enn 800 fólk deyð í ódnini Matthew, og tað kann taka fleiri dagar at fáa yvirlit yvir, hvussu álvarslig støðan er, sigur ST. Talið á deyðum kann gerast uppaftur størri, so hvørt bjargingarlið koma til teir sunnaru landspartarnar, sum hava verið avbyrgdir hart raktir av ódnarveðrinum. Til summar býir slepst bert við báti ella tyrlu, verður sagt. USA hevur sent eitt herskip at hjálpa til við bjargingararbeiðinum og níggju hernaðartyrlur er sendar at føra vatn og mat til tey ringast raktu støðini. Reyði Krossur heitir á lond um at lata 50 milliónir krónur, so felagsskapurin verður førur fyri at veita heilivág, vatn og skýli til 50.000 fólk. Haiti er eitt av heimsins fátækastu londum, og skaðin nú kemur omaná harða jarðskjálvtan í 2010, har fólk í túsundatali doyðu av sjálvum jarðskjálvtanum ella av kolera umfarssóttini, ið kom aftaná. Ódnin er nú á veg upp eftir eysturstrond Florida, hon hevur mist nakað av megini, men er framavegis vandamikil, verður sagt. Meira enn ein hálv millión fólk í Florida hava mist streymin, og tríggjar milliónir fólk fingu, áðrenn ódnin kom, boð um at flyta frá húsi og heimi. Republikanska forsetavalevnið Donald Trump hevur biðið um umbering fyri sínar ónæriligu viðmerkingar um kvinnur á einum sjónbandi frá 2005. Á sjónbandinun sigur Donald Trump Tú kanst gera alt við kvinnur, um tú, sum eg, ert ein stjørna . Og so breggjar hann sær av at hava kávað uppi á kvinnum og kyst tær. Hillary Clinton var ikki sein við telduna og hevur skrivað á Twitter Hetta er ræðandi. Vit kunnu ikki loyva hesum manni at gerast forseti, sigur demokratiska forsetavalevnið. Men tey, ið kenna meg, vita, at tað, eg havi sagt, ikki vísir rætta mannin. Men tað var skeivt, og eg biði um umbering fyri tað, segði Donald Trump. Eg havi ongantíð sagt, at eg eri lýtaleysur, og eg látist ikki at vera annar enn hann, eg eri, segði Donald Trump, sum lovaði bót og bata. Tað kemur illa við hjá Donald Trump, at Washington Post hevur funnið og almannakunngjørt bandaðu samrøðuna frá 2005 við sjónvarpsvertin Bill Bush. Har breggjar Donald Trump sær av at hava roynt at fáa eina gifta kvinnu í song við sær og at hava kávað uppi á kvinnum og kyst tær. Samrøðan hevur ikki verið send og var ikki ætlað til tað. Talan er um eina samrøðu við sjónvarpsvertin, áðrenn Donald Trump skal taka lut í eini undirhaldssending. Í bandaðu samrøðuni leggur Donald Trump ikki fingrarnar ímillum, men hoyrist brúka grov orð um giftu kvinnuna, sum hann ætlaði sær. Eg kann ikki bíða, men kyssi tær, og tá tú, sum eg, ert ein stjørna, lata tær teg gera tað, sigur Donald Trump í bandaðu samrøðuni. Formaðurin í amerikanska umboðsmannatinginum Paul Ryan, sigur hetta vera andstyggiligt at hoyra, og Paul Ryan hevur avgjørt, at Donald Trump ikki sleppur at vera við á árligu heystveitsluni hjá republikanarunum, men er strikaður av gestalistanum. Veitslan skal haldast í statinum Wisconsin, har Paul Ryan býr og er valdur. Leiðarin fyri meirilutan í senatinum, Mitch McConnell, sigur, at Donald Trump má biðja øll tey, hann hevur gjørt seg inn á, um umbering, og John McCain, senatorur og fyrrverandi forsetavalevni, sigur, at Donald Trump onga umbering hevur fyri at hava verið so ágangandi og skendskur. 26 min 1 0 Rannvá Andreasen 30 min 2 0 Maria Thomsen 36 min 3 0 Rannvá Andreasen 62 min 4 0 Maria Thomsen 70 min 5 0 Rannvá Andreasen 75 min 6 0 Ása Thomsen Republikanski flokkurin í USA er í tí, sum líkist eini niðurbræðing, eftir gøluna, sum stóðst av einum sjónbandi, sum lak út fríggjakvøldið, har Donald Trump, forsetavalevnið breggjar sær av, hvussu hann, tí hann er stjørna , kann taka kvinnur, sum honum lystir. Kropp á kroppi hava leiðandi republikanarar tikið frástøðu frá Donald Trump og siga seg ikki longur kunna stuðla honum í at gerast næstu forseti í USA. Tey fráfalnu vaksa støðugt í tali, men fyri nøkrum tímum síðani skrivaði realclearpolitics, at eini 25 valdir republikanarar hava tikið sín stuðul aftur ella hava beinleiðis mælt Donald Trump til at gevast í valstríðnum. Talan er bæði um senatorar, limir í umboðsmannatinginum og eisini fleiri guvernørar, sum hava tikið almenna frástøðu frá sínum egna forsetavalevni. Donald Trump hevur allatíðina havt trupult við at fáa neyðugan stuðul frá kvinnuligum veljarum, og nú tykist tann trupulleikin vera ógjørligur at loysa. Politico skrivar, at republikanskar kvinnur í hópatali taka frástøðu frá honum, nú minni enn ein mánaður er til, at amerikanarar skulu greiða atkvøðu á forsetavalinum. Vanvirðingin fyri kvinnum og kynsligi ágangurin, sum kemur til sjóndar í sjónbandinum, hava gjørt republikanskar kvinnuligar politikarar í øðini, og seinastu dagarnar hava leiðandi kvinnur í flokkinum gjørt greitt, at tær hava ongan áhuga yvirhøvur í at rætta Donald Trumpo enina hjálpandi hond. Tvørturímóti taka nógvar teirra almenna frástøðu frá honum. Ein teirra er senatorurin í New Hampshire, Kelly Ayotte, sum sjálv er í valstríði í einum av sonevndu sving statunum. Eg vil kunna stuðla valevninum hjá mínum flokki, sum er valdur av fólkinunm, tí eg haldi veruliga, at landi okkara tørvar nýggja kós. Men eg eri fyrst av øllum mamma og amerikanari, og eg kann ikki og vil ikki stuðla einum valevni at gerast forseti, sum breggjar sær av at niðurgera og gera seg inn á kvinnur, sigur senatorurin við Politico. Hon sigur, at hon ístaðin ætlar sær at skriva navnið á varaforsetavalevninum, Mike Pence, á atkvøðuseðilin, tá hon fer at atkvøða. Jennifer Horn frá floksleiðsluni stuðlar senatorinum, og sigur sambært Politico, at flokkurin ætlar ikki, at tað skal fáa avleiðingar fyri tey, sum velja ikki at stuðla Donald Trump . Fyrrverandi uttanríkisráðharrin undir Georg Bush, forseta, Condoleezza Rice, er eisini millum tey mongu, sum venda sær frá Donald Trump nú. Rice skrivaði á Facebook Nú er nóg mikið Donald Trump eigur IKKI at verða forseti. Hann eigur at leggja frá sær . Og tað er í hesi støðuni, at sjónvarpað politisk orrusta verður í kvøld millum Hillary Clinton og Donald Trump. Hon verður send í nátt klokkan 2 okkara tíð. Tvey fólk sprongdu seg í luftina nærhendis turkiska høvuðsstaðnum Ankara í gjár. Tað hendi, tá løgreglan bað fólkini um at geva seg yvir men tey sýttu og sprongdu ístaðin heimagjørdar bilbumbur. Talan var um ein mann og eina kvinnu, bæði eru deyð, skrivar Reuters. Fólkini høvdu samband við kurdiska PKK. Reuters endurgevur tíðindastovuna Anadolu, sum vil vera við, at tey bæði fyrireikaðu eitt bumbuálop. Nú verður leitað eftir einum triðja persóni, sum er undir illgruna fyri at hava hjálpt teimum. PKK, sum verður roknaður sum yvirgangsfelagsskapur av Turkalandi, ES og USA, hevur í trý áratíggju stríðst fyri einum kurdiskum heimlandi í landssynningspartinum av Turkalandi. Í hesum stríðnum hava fleiri enn 40.000 fólk latið lív. Tað sigur hann við Washington Post. Hetta hóast fleiri republikanskir og demokratiskir politakarar hava heitt á Donald Trump um at gevast. Hetta hendir í kjalarvørrinum av einari upptøku frá 2005, har Donald Trump er bæði niðrandi og ónærisligur, tá hann umrøður eina ávísa kvinnu. Eg gevist ikki. Eg eri ongantíð givin við nøkrum í mínum lívi. Eg gevist ikki í hesum valstríðnum. Eg havi ovurhondsstóran stuðul, sigur Donald Trump við Washington Post. Trump viðgongur tó, at útsagnirnar, sum nú eru komnar undan kavi, hava volt honum trupulleikar. Tí hevur hann eisini biðið um umbering fyri sínar útsagnir, men hann tvíheldur um, at hann framvegis hevur fólkið aftanfyri seg. Fólk ringja til mín og siga tú mást ikki gevast. Satt at siga vita fólk ikki, hvussu nógvan stuðul eg havi í fólkinum, sigur Donald Trump við Washington Post. Fútabannið móti bókini um fregnartænastuna hjá danska politinum, PET, misti sín týdning, tá Politiken valdi at prenta alla bókina í eini serútgávu av blaðnum. PET fer ístaðin at kanna, um tagnarskyldan er brotin av høvundanum og samrøðupersóninum, sum er fyrrverandi stjóri sama stað, hann eitur Jacob Scharf. Christian Jensen, ábyrgdarblaðstjóri á Politiken sigur í sambandi við útgávuna, at fútabannið gjørdi seg inn á grundleggjandi frælsisrættindi, og at fregnartænastan saman við býarrættinum í Keypmannahavn við hesum hevur skapt ein demokratiskan trupulleika. Umrøddu bókina hevur Morten Skjoldager, journalistur á Politike skrivað, fyri forlagið People s Press, og hon er lutvíst grundað á samrøður við Jakob Scharf, sum var PET stjóri í sjey ár. PET hevði ikki lisið bókina, áðrenn tænastan kravdi og fekk fútabann. Forlagið hevði noktað PET at sleppa at lesa hana áðrenn hon var útgivin, og hetta fær blaðstjóran á Politiken til at siga, at PET krevur at sleppa at vera publisistiskur eftirlitsstovnur og hetta er tað sama sum sensusur. Søren Pind, løgmálaráðharri finst í dag hvassliga at Politiken, sum altso hevur valt at prenta bókina í fullum líki í dagsins útgávu. Løgmálaráðharrin skrivar soleiðis á sínum facebook vanga Politiken hevur valt at seta dómstólarnar til viks og átekur sær ábyrgdina fyri betur enn PET og rætturin at kunna meta um, hvørt upplýsingar frá PET kunnu skaða arbeiðið hjá PET. Søren Pind, løgmálaráðharri skrivar víðari So einfalt kann tað sigast Politiken ger seg inn á rættarstatin. Politiken setur seg yvir hann og hevur greitt sett seg yvir lóggevandi, dømandi og útinnandi valdið í grundlógini. Hendan rættarstøðan kann ikki góðtakast, skrivar løgmálaráðharrin. Jacob Scharf tvíheldur sjálvur um, at einki er í bókini, sum kann skaða PET. Har stendur einki um loyniligt virksemi ella líknandi frá míni tíð sum stjóri. Tvørturímóti byggir bókin á opin kriminalmál, sum øll hava verið fyri í rættinum, sigur hann við Jyllands Posten. Landssjúkrahúsið fer í samstarvi við Bispebjerg Hospital í Danmark at gera CT hjartaskanningar, sum eru serliga góðar, tá leita verður eftir æðrakálking hjá sjúklingum undir illgruna fyri hjarta æðrasjúku. Áður hevur verið neyðugt at senda allar sjúklingar, sum hava havt sjúkutekin, av landinum at gera kanningar av kransæðrunum, tá hetta hevur verið mett neyðugt. Men við nýggja kanningarháttinum, har CT skanning verður gjørd av hjartanum, fer at bera til neyvt at síggja kransæðrarnar og sostatt eisini at staðfesta neyvari, hvør hevur tørv á at verða sendur uttanlands til víðari viðgerð. Landssjúkrahúsið skrivar á heimasíðuni, at fólk frá Bispebjerg Hospitali hava verið í Føroyum í vikuni og lagt lag á hjá hjartalæknunum á Landssjúkrahúsinum og hja røntgen starvsfólki. Avtala er gjørd við Bispebjerg Hospital, sum skal veita stuðul og tryggja, at dygdin í kanningunum verður á hægsta stigi. CT skanningar av hjørtum hava verið gjørdar uttanlands í fleiri ár, og nú skal hesin kanningarhátturin altso eisini vera tøkur í Føroyum um stutta tíð. Føroyar hava fingið eina flúgvandi byrjan í HM undankappingini við javnleiki móti Ungarn og sigri á Lettlandi, og eru í løtuni nummar tvey í bólkinum frammanfyri evropameistararnar Portugal. Føroyska landsliðið hevði um middagsleitið í dag sína seinastu venjing fyri dystin móti Portugal. Hýrurin tóktist at vera ógvuliga góður eftir 2 0 sigurin á Lettlandi fríggjakvøldið. Eingin spælari er skaddur og eingin hevur leikbann til dystin í annaðkvøld. Tað er stórt, sigur Birgir Kruse, filmskønur. Birgir sigur, at bretska Baftaheiðurslønin er svar uppá amerikanska Oscarheiðurslønirnar. Eitt nú skal valplakatin ikki heingjast upp soleiðis, at hon fjalir aðra góðkenda vegamerking, ella er til ampa fyri ferðslutrygdina. Valplakatin skal heldur ikki heingjast upp soleiðis, at hon órógvar útsýni á vegunum, og tí kann vera til ampa hjá bilførarunum. Landsverk hevur skrivað eina vegleiðing um valplakatir, um hvar tær kunnu heingjast, og kanska serliga, hvar tær ikki skulu heingjast. Tað krevst ikki serligt loyvið at heingja valplakatir upp, bert vegleiðingin verður fylgd. Eitt nú skal standa búðstaður og telefonnummar hjá tí persóni ella flokki, sum hevur ábyrgdina av plakatini. Um plakatir eru, sum ikki fylgja vegleiðingini, kann løgreglan taka plakatirnar niður. Tað ber til at síggja vegleiðingina við at fara inn á heimasíðuna hjá okkum, sum er kvf.fo. Men eitt er, at viðskiftafólk hjá Almannaverkinum hótta og gera seg inn á starvsfólkini. Ein fimtingur av starvsfólkunum sigur seg hava verið fyri ódámligum ónáðum og arging á arbeiðsplássinum. Almannaverkið hevur fyri fyrstu ferð kannað arbeiðsumhvørvið og trivnaðin hjá starvsfólkunum. Samanumtikið vísir kanningin, at starvsfólkið er væl nøgt við starvið og samstarvið við starvsfelagarnar. Men samstarvið við leiðararnar sveiggjar eitt sindur í ymsu spurningunum, sigur Almannaverkið í tíðindaskrivi. Almannaverkið hevur ongar mannagongdir fyri, hvussu strongd hjá starvsfólki skal handfarast. Almannaverkið hevur fingið nýggja trygdarskipan, har sum stovnurin er býttur í 15 trygdarbólkar. Nú fara bólkarnir við støði í nýggju kanningini at gera tilmæli um tiltøk fyri at betra arbeiðsumhvørvið og trivnaðin. Danmark fer sostatt at atkvøða sum ES vil, og ikki sum Føroyar og Grønland vilja, tá uppskotið skal viðgerast í altjóða hvalaveiðunevndini, IWC, í døgunum frá 20. til 28. oktober. Hetta er enn eitt dømi um, at tað er ein trupulleiki, at Danmark skal atkvøða fyri alt ríkið, tí londini hava ikki somu áhugamál, sigur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, við Sermitsiaq . Danski uttanríkisráðharrin Kristian Jensen hevur boðað frá donsku støðuni í málinum, men fólkatingsumboðini úr Føroyum og Grønland hava gjørt vart við, at tey taka ikki undir við uppskotinum. Fólkatingsumboðini óttast, at verður suðuríshavið friðað, kann tað við tíðini elva til, at forboð verður sett fyri hvalaveiðu í Arktis og norðuratlantshavinum. Ríkisfelagsskapurin kann ikki halda eina kós, tí Føroyar og Grønland vilja ikki altíð tað, sum Danmark vil, og í øðrum førum vilja Føroyar og Grønland ikki tað sama, sigur hann. Tað eru okkara áhugamál, sum hava størstan týdning í hesum málinum, sigur hon og sipar til, at hvalaveiðan hevur stóran búskaparligan og mentanarliga týdning fyri Grønland. Heiðrikur á Heygum er marglistamaður, hann skrivar sangir, hann leikstjórnar filmum og hann málar, og so er hann eisini samkyndur. Hann hevur valt at kalla nýggjastu fløguna Funeral tí, sum hann sigur hann vil jarða sítt gamla lív og byrja eitt nýtt, har hann kemur til sættis við seg sjálvan. Blæur, boyur, strips, jarn og gras og aðrar leivdir úr náttúruni, sum vanliga verða yvirsæddar, verða pakkaðar inn í kritahvítt gips. Undir vanligum umstøðum átti flogfarið at steðgað 100 metrar frá flogvallarendanum. Eldur kom í flogfarið. Fýra fólk doyðu, ein føroysk flogterna og tríggir norskir handverkarar. Seks fólk fingu ringan skaða. 16 fólk vóru við flogfarinum, 12 ferðafólk og í manningini vóru fýra. Klokkan var júst farin av hálvgum átta týsmorgunin 10. oktober í 2006, tá vanlukkan hendi. Flogfarið, sum Aker Kværner leigaði, var á veg úr Stavanger til Molde og millumlendi í Stord. Flogfarið fekk ikki steðgað, tí eingin av teimum seks spoilarunum riggaðu. Amerikanska sjónvarpsstøðin National Geographic hevur gjørt eina sending um vanlukkuna í Stord. Sendingin varð sýnd fyrst í hesum árinum. Flogfarið, sum varð bygt í 1987, kolaðist upp. Fyrsta viðgerð var í Løgtinginum mikudagin og hósdagin. Fíggjarnevndin hevur eisini uppskotið hjá landsstýrinum um eykajáttanarlóg fyri september. Vit spæla klassikarar frá 1991, og annars eru yngri kreftir á skránni, sum til dømis Lennon og Maisy. Lagt til rættis Petur Rouch. Í sendingi hoyra vit millum annað Road to Marocco við Frank Marocco og Kærleiksminnir við bólkinum, Harmonikuliðið á Tvøroyri. Lagt til rættis Hanna og Terji Jakobsen. Lív skal fáa sum mest fyri pengarnar, sum verða brúktir til íløgur. Tað er eitt lógarkrav. Og tað er ikki vist, at leiguíbúðir geva mest, sigur stjórin í Lív, Jan Jakobsen. Men hann útilokar ikki møguleikan at byggja og leiga bústaðir. Tað veldst um váðan, sigur Jan Jakobsen. Bæði politikarar og Bústaðir undrast á, at onnur, so sum pensjónsfeløg og fakfeløg, sum hava nógvar pengar, byggja bústaðir at leiga út, so øll slík bygging ikki liggur á Bústøðum einsamøllum. Kringvarpið ger nógv burtur úr dystinum ímóti Portugal. Útvarpið byrjar sína upptakt klokkan 15 00, og útvarpar eisini dystin beinleiðis. Hesir tríggir spurningarnir verða viðgjørdir í dagsins sending Dótturin vil ikki hava okkara nýggju makar við til konfirmatións døgurðan. Hvat skal eg gera Er tað í lagi, at skriva arbeiðsboð á Facebook Hvussu kann eg siga við tey, at tey ikki kundu vænta, at eg standi á hondunum fyri at hjálpa teimum, tá tey ikki vóru har fyri meg, tá eg hevði brúk fyri teimum Sveinur Tróndarson, Barbara Holm og Nina Brockie svara spurningunum. Landsstýrið hevur langt um leingi gjørt av at taka undir við Parissáttmálanum um veðurlagsdbroyting Sáttmálin hevur til endamáls at forða fyri, at miðalhitin á Jørðini ikki hækkar meiri enn hálvtannað stig. Tí má útlátið um allan heim minkast eisini í Føroyum. Á landi eru framstig hend við grønari orku seinastu árini, serliga frá nýggju vindmyllunum hjá SEV. Men tær loysa ikki trupulleikan einsamallar, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna. Forlagið Sprotin gav út bókina í 2015, Edward Fuglø hevur gjørt kápumyndina til føroysku útgávuna. Sonja Kjølbro hevur staðið fyri umbótingini. Tað kemur fram í svari frá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, til Hilbert Elisson, tingmann fyri Javnaðarflokkin. Ætlanin er, at ongin fær einkarrætt til gagnnýtslu av vatntilfeinginum, sigur landsstýriskvinnan í svarinum. Ætlanin er, at heldur enn at lata eitt samlað loyvi sum higartil, so verður loyvi til gagnnýtslu av vatntilfeinginum til elframleiðslu latið til hvørt framleiðsluverk sær. Sum er, eru seks vatnorkuverk í Føroyum, og verða tað tí ætlandi seks loyvi latin SEV, verður sagt í svarinum hjá landsstyriskvinnuni. Loyvini skulu ætlandi fevna um tey tilrenningarøki, SEV í dag fær vatn frá. Uppskot til loyvi er gjørt og sent SEV til hoyringar, sigur landsstýriskvinnan í svarinum. Føroyar hava fingið bestu byrjanina upp á nakra undankapping við einum javnleiki og einum sigri, men í kvøld var eingin møguleiki. Portugisiska liðið var yvirlegið frá byrjan. Andre Silva skoraði tríggjar ferðir í fyrra hálvleiki, og so var dysturin longu avgjørdur. Føroyar Portugal 0 6 0 3 12 min 0 1 Andre Silva 22 min 0 2 Andre Silva 38 min 0 3 Andre Silva 64 min 0 4 Cristiano Ronaldo 90 min 0 5 Joao Moutinho 92 min 0 6 Joao Cancelo Flúgvingin byrjar tann 27. mars. SAS ætlar at flúgva eina ferð um dagin allar dagar í vikuni við Airbus A319, sum tekur 141 ferðafólk, og Airbus A320, sum tekur 168 ferðafólk. Lars Sandahl Sørensen, stjóri í SAS, sigur, at viðskiftafólk hjá SAS hava leingi spurt, nær SAS fer at flúgva til Føroya. Hann heldur, at marknaðurin er nóg stórur til tvey flogfeløg, Atlantic Airways og SAS. Maersk Air gavst at flúgva til Føroya í oktober í 2004. Eitt stutt skifti í 2006 fleyg FaroeJet millum Føroya og Danmarkar, men annars hevur Atlantic Airways verið einsamalt um boðið í 12 ár. Fiskivinnan er frammanundan ein vinna við týðandi váðum. Ein politiskur váði afturat verandi lívfrøðiligum og búskaparligum váðum er neyvan fremjandi fyri íløguhugin og langtíðar fokus í fiskivinnuni. Verður úrslitið færri váðafúsar íløgur og minni langtíðar fokus, kann tilfeingisrentan væntast at minka sum frá líður, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag í sínum viðmerkingum um fiskivinnunýskipanina. Felagið sigur, at tað er alneyðugt at fáa eina breiða politiska semju um nýskipanina. Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur undir við tilmælinum um at fara frá fiskidøgum til kvotur, tí fiskidagaskipanin hevur spælt fallit, sum felagið sigur. Felagið tekur eisini undir við meginregluni um mestu varandi veiðu. Eins og nýskipanarnevndin ivast Arbeiðsgevarafelagið í, um tað er rætt at selja øll fiskirættindi á uppboðssølu. Vinnan hevur brúk fyri tryggum karmum og langtíðarrættindum fyri at fáa fígging til neyðugar íløgur. Umsetiligheit er betri enn uppboðssøla, tí umsetiligheitin ger, at rættindini enda hjá teimum mest effektivu fyritøkunum. Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir staðiliga til at gera eina breiða semju, so fiskivinnan ikki verður kastibløka í einum politiskum spæli, har sum fortreytirnar broytast eftir hvørt løgtingsval. Ein partur av teirra samskifti er at finna á facebookvanganum hjá Aimi. Restin verður tó ikki lagt út, sigur Aimi Helbo, ið heldur, at støðan er ógvuliga surrealistisk Útlutingin skal fara fram umvegis eina almenna tilfeingisbúð, og treytir skulu setast til hvørt einstakt loyvi, sum verður tíðaravmarkað. Fiskimannafelagið hevur sítt egna uppskot til nýggja fiskivinnuskipan. Fiskiloyvi skulu latast fyri eitt hóskandi tíðarskeið, kanska 12 ár, so umstøðurnar at virka vera tryggar, tá tað snýr seg um fígging og at leggja veiðu, framleiðslu, sølu og marknaðarføring til rættis, heldur fiskimannafelagið. Fiskiloyvi skulu bara latast feløgum, har allir eigararnir eru heimahoyrandi í Føroyum, heldur Fiskimannafelagið. Fyri at fiskiloyvini ikki skulu savnast á ov fáum hondum, skal eingin einstakur persónur ella einstakt felag hava brúksrætt til meira enn ein ávísan prosentpart. Ein tilfeingisskattur verður afturat partafelagsskattinum, ið skal tryggja øllum føroyingum ein part av fólksins ogn, vil Fiskimannafelagið. Tilfeingisskatturin skal roknast av úrslitinum hjá hvørjum einstøkum skipi sær. Fiskimannafelagið vil, at tilfeingisskatturin verður flatur. Sama skattastig skal vera fyri allar skipabólkar. Eisini heldur meirilutin í Fiskimannafelagnum, at fiskidagaskipanin ikki skal takast av. Orsøkin er, at 17 ára gamli runavíkingurin úr Peru rann út á vøllin beint áðrenn seinni hálvleikur av landsdystinum millum Føroyar og Portugal skuldi byrja. Yoga úr Indien, børn klippa turkiskar hattar og fáa turkish delight, russiskur tónleikur og russiskar dukkur, eru millum nógvu tingini, sum eru at síggja í Norðurlandahúsinum hesa vikun, nú Norðurlandahúsið er við í ársins Heystfagnaði Eftirspurningurin fer at vísa, hvør marknaðurin er, segði Michael Hansen, sølustjóri hjá SAS, á tíðindafundinum í Fútastovu í Havn klokkan níggju. SAS boðar frá, at bíligastu ferðaseðlarnir kosta 649 krónur. Síðst í mars næsta ár fer SAS at flúgva millum Keypmannhavn og Vágar. Flúgvingin byrjar tann 27.mars. SAS ætlar at flúgva eina ferð um dagin allar dagar í vikuni við Airbus A319, sum tekur 141 ferðafólk, og Airbus A320, sum tekur 168 ferðafólk. Maersk Air gavst at flúgva til Føroya í oktober í 2004. Eitt stutt skifti í 2006 fleyg FaroeJet millum Føroya og Danmarkar, men annars hevur Atlantic Airways verið einsamalt um boðið í 12 ár. Aðalstjórin í Heilsu og innlendismálaráðnum viðgongur nú, at hon leyp fram av, tá ið hon sendi ætlanarskriv um uppsøgn til ein deildarstjóra, ið seinni var flutt á Umhvørvisstovuna. Deildarstjórin fekk onga formliga ávaring áðrenn hon varð hótt við uppsøgn og burturvísing. Tí var Heilsu og innlendismálaráðið noytt at flyta deildarstjóran í staðin fyri at siga hana úr starvi. Tað vóru fleiri ymisk viðurskifti, sum førdu til eina kúvending í starvsfólkamálinum um Anni á Hædd, deildarstjóra, so hon brádliga í august varð flutt í nýtt starv í staðin fyri at verða søgd úr starvi. Tað skrivar Turid Arge, aðalstjóri í Heilsu og innlendismálaráðnum, í frágreiðing til Løgtingsins umboðsmann, sum útvarpið hevur fingið hendur á. Ein orsøk millum fleiri hevur serliga løgfrøðiliga tyngd. Deildarstjórin fekk onga formliga ávaring frammanundan. Tað er sera óvanligt ikki at geva formliga ávaring áðrenn farið verður undir uppsagnartilgongd, og tí stóð Heilsu og innlendismálaráðið í eini óhepnari støðu løgfrøðiliga. Út frá hesum var rættast at kanna møguleikarnar fyri at finna nýtt starv til deildarstjóran í staðin fyri at siga hana úr starvi, skrivar aðalstjórin. Aðalstjórin viðgongur soleiðis óbeinleiðis, at hon leyp fram av, tá ið hon sendi sera hvassa ætlanarskrivið til deildarstjóran, uttan at hava sent ávaring frammanundan. Hetta sæst eisini aftur í frágreiðingini til Løgtingsins umboðsmann, sum als ikki samsvarar við frágreiðingina til deildarstjóran í ætlanarskrivinum. Til Løgtingsins umboðsmann skrivar aðalstjórin, at Trupulleikin í hesum málinum var, sum tað framgongur í ætlanarskrivinum, at landsstýriskvinnan og undirritaða høvdu mist álitið á, at deildarstjórin kundi røkja starvið á nøktandi hátt. Hetta er tó ein sera bleyt útgáva av tí frágreiðing, sum deildarstjórin fekk í upprunaliga ætlanarskrivinum, tá ið hon varð ákærd fyri grovt ólýdni og álitisbrot , tá ið hon fekk at vita, at aðalstjórin og landsstýriskvinnan høvdu mist alt álit á henni, og tá ið hon varð hótt við burturvísing. Aðalstjórin sigur eisini ósatt í frágreiðingini til Løgtingsins umboðsmann, tí tað stóð ikki í ætlanarskrivinum, at álit ikki var á, at deildarstjórin kundi røkja starv sítt á nøktandi hátt. Í ætlanarskrivinum stendur, at aðalstjórin og landsstýriskvinnan høvdu mist alt álit. Verjin hjá Anni á Hædd, Christian Andreasen, sigur við útvarpið, at hann visti, at tey høvdu góð kort í hondini, tí ógvisliga reaktiónin hjá aðalstjóranum samsvaraði ikki við mistakið, deildarstjórin hevði gjørt, tá ið hon sendi ein teldupost um havnarútbygging út ov tíðliga. Anni á Hædd stóð tí í sera sterkari støðu løgfrøðiliga. Formligi arbeiðsgevarin hjá aðalstjóranum, Løgmansskrivstovan, kom í august mánaða upp í málið, og bjóðaði Anni á Hædd nýtt starv í einum stovni undir Løgmansskrivstovuni. Men Anni á Hædd tók ikki av. Í staðin upplýsti hon mótpartinum, umvegis advokatin, at hon varð sinnað at gera eina semju um, at hon fór úr starvi sínum sum deildarstjóri fyri at taka við starvi sum fulltrúi á Umhvørvisstovuni. Hesum eftirlíkaði Heilsu og innlendismálaráðið. Løgtingsins umboðsmaður fór fyri nøkrum vikum síðani undir innleiðandi kanningar í starvsfólkamálinum á Heilsu og innlendismálaráðnum, men sigur seg ikki hava grundarlag fyri at fara víðari, tí eingin klaga er frá fyrrverandi deildarstjóranum. Útvarpið ætlaði at spyrja Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, um hvørki hon ella aðalstjórin vistu av, at tað er vanligt at senda formliga ávaring áðrenn ætlanarskrivið. Men hon vil ikki gera viðmerkingar til hetta málið. Landsstýrið virðir ikki hoyringsrættin hjá Røkt í málinum um loyvi at gagnnýta vatnorkuna í áum og vøtnum. Tað sigur stjórin í Røkt, sum enn ikki hevur fingið málið um vatnloyvini til hoyringar, hóast SEV longu hevur latið sítt hoyringssvar Í februar 2014 fingu vit skrivliga at vita frá landsstýrinum, at vit eru hoyringspartur í málinum. Nú fáa vit ikki so frægt sum eina grundgeving fyri, hví vit ikki skulu hoyrast, sigur Jóhan í Niðristovu, stjóri í Røkt. Vit viðgera framvegis hoyringsrættin hjá Røkt, men felagið fær eitt svar og eina grundgeving. Og málið um vatnloyvini verður ikki avgreitt áðrenn, lovar Petur Joensen, ráðgevi í orkumálum í Heilsu og innlendismálum. Herálvur Joensen er 54 ára gamal. Hann er útbúgvin løgfrøðingur á Københavns Universitet, og hevur harumframt eina master í altjóða lóg. Hann hevur royndir sum aðalstjóri í bæði Oljumálaráðnum og Fiskimálaráðnum. Eisini hevur hann verið deildarstjóri í Vinnumálaráðnum, stjóri fyri uttanríkistænastuna og eitt skifti sendimaður Føroya í Keypmannahavn. Seinastu árini hevur Herálvur Joensen verið stjóri á Føroya Reiðarafelag. Hann byrjar í nýggja starvinum sum aðalstjóri í Uttanríkis og vinnumálaráðnum 1. januar 2017. Lønin hjá Herálvi Joensen, sum aðalstjóra í ráðnum, er 55.500 krónur um mánaðin, umframt 20 prosent, tí aðalstjórastarvið er tíðaravmarkað. Harumframt fær Herálvur Joensen eina viðbót uppá 5.200, sum allir aðalstjórar fáa. Til samans fær Herálvur Joensen umleið 72.000 krónur um mánaðin, umframt tænastumannaeftirløn. John Rajani, sum varð innstillaður sum nummar eitt, tá starvið varð lýst leyst fyrstu ferð, hevur onga viðmerking til málið í dag. Tað var høvuðsboðskapurin, tá SAS á tíðindafundi í morgun kunngjørdi, at felagið tekur kappingina upp við Atlantsflog um flogrutuna millum Vágar og Keypmannahavn. Hoyr samrøðuna við Mariam Skovfoged, talskvinnu hjá SAS. Tað verða fleiri trygdarfólk til arbeiðis næstu ferð landsdystur verður á Tórsvølli. Tað er niðurstøðan eftir eina hending mánakvøldið, tá ein maður rann inn á Tórsvøll fyri at taka eina mynd saman við portugisiska spælaranum, Ronaldo, tá Føroyar spældu A landsdyst. Hesa ferð hoyra Bærum Vokal Ensemble, Havnakórið, Elisabeth Gjerluff Nielsen, Elora Festival Singers. Lagt til rættis Gunnvør Poulsen. Í sendingini hoyra vit nýggjari klassiskar tónar fyri floytu, marimba, euphonium og saksofon kvartett. Lagt til rættis Ólavur Olsen. Tað er støðan hjá Fíggjarmálaráðnum, nú Tvøroyrar kommuna spurdi Fíggjarmálaráðið, hvørja støðu ráðið hevur til málið, um Tvøroyar kommuna letur pening til at gera SALT verkætlanina lidna. Sambært brævinum frá Tvøroyrar kommunu mangla 7,6 milliónir krónir í fyri at gera arbeiðið liðugt. Tíðarfreistin, at gera SALT liðugt, er nú sett til 18. november, stendur í brævinum. Kommunan spyr Fíggjarmálaráðið, hvørja støðu ráðið hevur til at Tvøroyar kommuna stuðlar SALT við trimum milliónum krónum, har ein millión verður tikin av rakstararstuðlinum, sum er játtaður í ár. Tvær milliónir verða tiknar av rakstarstuðlinum fyri 2017. Kommunan spyr eisini, hvør støðan hjá Fíggjarmálaráðnum er, um so er, at kommunan ikki játtar tríggjar milliónir krónir til at gera SALT liðugt. Fíggjarmálaráðið svarar, at tað hevur onga ávirkan á ætlanin hjá landinum at lata 2,5 milliónir í rakstarjáttan, men staðfestir bara, at so verður minni til rakstarvirksemið. Fíggjarmálaráðið svarar, at um kommunan ikki letur tríggjar milliónir krónir í íløgustuðli, stendur spurningurin ósvaraður, hvussu restkostnaðurin skal fíggjast. Farast kann ikki undir veruligt virksemi áðrenn byggingin er liðug. Eisini sigur Fíggjarmálaráðið, at tað verður mett óvirðiligt og kann skaða trúvirðið úteftir, at føroyskir myndugleikar ikki klára at taka neyðuga ábyrgd í verkætlanum, ið verða gjørdar saman við útlendskum sáttmálapørtum. Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, sigur, at býráðið væntandi fer at hava fund seinni í vikuni. Tá verður støða tikin til, um komman skal lata meira pening til SALT verkætlanina. Nú tilnevnir nevndin í Tryggingarfelagnum stjórar, og ikki nevndin í Ognarfelagi tryggingartakaranna, sum viðtøkurnar søgdu frammanundan. Viðtøkubroytingin varð samtykt á eykaaðalfundi fyri einari viku síðani. Tryggingarfelagið er farið í holt við at seta stjóra fyri Regin Hammer, sum varð sagdur úr starvinum hálvan juni, tí nýggja nevndin vil hava eina nýggja byrjan við nýggjum stjóra. Mortan Poulsen, stjóri í Betri pensjón, er fyribils settur stjóri í Tryggingarfelagnum. Onkur orðing í viðtøkunum um ársaðalfundin er eisini broytt. Í viðtøkunum stóð, at aðalfundurin skuldi vera fyri 1. juni. Men Tryggingarfelagið Føroyar skal lata Fíggjareftirlitinum ársroknskapin fyri 30. apríl, so tí má aðalfundurin vera fyri tann dagin. SAS kunngjørdi á tíðindafundi í Havn í dag, at felagið fer at flúgva millum Keypmannahavn og Vágar hvønn dag frá 17. mars næsta ár. Tað er gott, at kapping aftur verður á Danmarkar rutuni, men Kappingareftirlitið eigur at hava eyguni eftir báðum flogfeløgunum, so tey ikki steingja marknaðin fyri øðrum. Bretska BMI Regional var komið langt við ætlanini um at flúgva millum Aberdeen og Vágar. Check In.dk var fyrsti miðilin, sum hevði tíðindini um, at SAS síðst í mars næsta ár fer at flúgva til Føroya. Sambært Check In.dk fara Airbus flogførini hjá SAS, sum koma til Føroya, ikki at hava framkomnu navigasjónsskipanina, sum flogførini hjá Atlantic Airways hava. Skipanin ger tað gjørligt hjá flogførunum at seta seg í ringum sýni. Men flogskipararnir hjá SAS, sum skulu flúgva til Føroya, fáa serliga venjing, skrivar Check In.dk. Maðurin varð tikin, tá hann kom til Havnar við Norrønu úr Danmark 26. september. Hann varð ákærdur og er nú dømdur fyri at ætla at selja part av amfetamininum í Føroyum. Borgarstjórin í Klaksvík hevur fingið bræv frá økisleiðaranum og borgarstjóranum í Caithness, sum vilja varðveita og styrkja sambandið millum Wick og Klaksvík. Wick er ein av 19 býum í Caithness. Gail Ross, borgarstjóri í Wick, boðaði annars frá í august í fjør, at Wick ikki longur er vinabýur hjá Klaksvík, tí føroyingar drepa grind. Roger Saxon og Gillian Coghill siga í brævi til borgarstjóran í Klaksvík, Jógvan Skorheim, at meirilutin í stjórnini í Caithness tók ikki undir við áheitanina, sum Gail Ross sendi í fjør. Meirilutin í stjórnini í Caithness vil varðveita og styrkja vinabýarsamstarvið millum Wick og Klaksvík. Wick og Klaksvík hava verið vinabýir síðani 1995. Fakfeløg og pensjónsfeløg hava lítlan og ongan áhuga í gera íløgur í føroyska bústaðarmarknaðin júst nú. Hvørki Starvsmannafelagið, Føroya Arbeiðarafelag ella Føroya Lærarafelag, trý av teimum stóru fakfeløgnum, hava nakran áhuga í at taka í móti hondini, stjórin í Bústøðum rætti út um vikuskiftið. Sambært íslendsku veðurstovuni verður glopraregn meginpartin av degnum og møguliga eisini í morgin. Fólk eru ávarað móti at nærkast fossum og áum, og tey skulu tryggja seg móti áarføri. Umframt at áir kunnu fara uppum áarbakkan, til dømis Hvítá í Árnes sýslu, og Norðurá í Borgarfirði, er vandi eisini fyri skriðulopum á hesum støðum. Í morgun sendi løgreglan út ávaring um, at vandamikið er at koyra á suðurlandinum, serliga í Tórsmørk og eystanfyri Fjallabaki, tí vatnstøðan í áum har á leiðini er so høg. Sambært íslendsku veðurstovuni kunnu íslendingar væntar sær millum 70 80 mm avfall í láglendinum upp í 200 300 mm av regni í fjøllunum. Hon hevur nú skrivað eina bók um hetta at drekka ov nógv reyðvín, at skifta lívsstíl til at renna marathon. Í bókini kanst tú lesa nakað um hennara persónligu søgu, fleiri motiverandi renniskráir og hvussu tú framhaldandi heldur tann valda lívsstílin. Mariam Skovfoged, talskvinna hjá SAS, greiðir frá fyrimununum, sum føroyingar fáa, tá skandinaviska flogfelagið byrjar at flúgva millum Vágar og Keypmannahavn í mars. Í sendingini hesa ferð hoyra vit vokaljazz við ymsum kendum sangarum, ið syngja meira og minni kendar standardar av uppsamlingsplátuni The Mercury Songbook frá miðskeiðis í sekstiárunum. Millum kendastu sangararnar kunnu nevnast Chet Baker, Sarah Vaughan, Dinah Washington. The Mercury Songbook varð útgivin av Verve Records í 1995 á fløgu sum eitt Box Set við fýra fløgum, har vit hoyra sangin av øðrum diskinum nevndur Lullaby of Birdland. Lagt til rættis Arnold Ludvig. Vit hava gjørt okkum nógvar royndir, síðani Sjósavnið læt upp, sigur Bjørki Geyti. Nú vita vit nógv meira um, hvat ber til, og hvat ikki ber til. Hetta eru týðandi royndir, sum skulu brúkast, tá Sjósavnið verður bygt út og ment, sigur Bjørki Geyti. Á Oyrasundskollegiunum úti á Amager í Keypmannahavn, búgva nógvir føroyingar, sum eru lesandi. Her eru fleiri stórir íbúðarblokkar, og her búgva nógv føroysk børn. Hvussu er gerandisdagurin har Miram og Lív búgva í L blokkinum. Tá ið Barnaútvarpið bankaði uppá, var Lív og vitjaði Miriam. Hvussu er at búgva í Keypmannahavn Og hvat hugsa børn við føroyskum foreldrum um Føroyar Hvat mál tosa tey Anna Sofía og Jóan Petur eru 8 ára gomul og ganga í skúla og til frítíðarítriv í Keypmannahavn. Í sendingini siga tey sína hugsan. Adhya Nandi hevur foreldur úr India. Pápi hennara kom til Føroyar at vera venjari í badminton. Adhya er fødd í Føroyum, men hevur búð í India í fýra ár. Hvat mál tosa tey heima Og hvar ætlar Adhya at búgva, tá ið hon verður stór SEV hevur bílagt arbeiði fyri 500 milliónir krónur uttan at bjóða arbeiðið út. Talan er um umfatandi arbeiði í samband við nýggja Sundsverkið. Hoyr samrøðuna við Hákun Djurhuus, stjóra hjá SEV. Jóan Pætur Midjord var landsliðsspælari í flogbólti og vann fleiri meistaraheiti. Sum unglingi lærdi hann at spæla flogbólt í fimleikatímunum í relaskúlanum. Jóan Pætur vann síni fyrstu FM á liðnum hjá Føroya Studentaskúla. Um 20 ára gamal fór hann at telva í Havnar Telvingarfelag. Heilar 10 ferðir var hann til talvolympiadur, níggju ferðir sum spælari og eina ferð sum leiðari. Besta úrslit hansara var móti filippinska stórmeistaranum Balinas í Manila í 1990. Jóan Pætur var í mong ár hallarvørður á Hálsi. Í búnum aldri tók hann læraraprógv og starvaðist nøkur ár í Hesti og í Havn. Demokratia er farið til verka at fáa kvinnur at stilla upp til kommunuvalið. Forkvinnan í Demokratia, Marna Jakobsen, vitjaði í útvarpsstovuni. Við fakfólki, sum veit, fara vit at kanna, hvussu kirkjurúmið er hugsað, hvussu vit flyta okkum í tí, og hvørjar kenslur kirkjurúmið vekir í okkum og hví. Hoyr fjórðu og seinastu sendingina í røðini her. Tríggjar lastir eru higartil bodnar út á Fiskamarknaðinum. Reiðaríini áseta sjálv minstaprísin. Men einki boð kom, bara onkur fyrispurningur, sigur stjórin í Fiskamarknaðinum, Høgni Hansen. Í gjár vóru 531 tons av flaki hjá Gadusi á Fiskamarknaðinum, fríggjadagin royndi Sjúrðarberg at selja 138 tons av frystum fiski. 30. august vóru 125 tons av flaki hjá Ennibergi á Fiskamarknaðinum, men eingin bjóðaði upp á fiskin. Sambært lógini og kunngerðini um royndaruppboðssøluna skal fiskurin úr Barentshavinum bjóðast út til føroyskar fiskakeyparar. Men kemur einki boð, kunnu reiðaríini selja fiskin sum tey vilja. Hvørki John Rajani ella Løgtingsins umboðsmaður gera meira við málið. John Rajani varð upprunaliga stillaður inn til starvið, men løgmaður vrakaði hann í fyrsta umfari sum umsøkjara. Ivi varð sáddur um gegnið hjá John Rajani, sum hevur fleiri skyldfólk ovarliga í føroyskum vinnulívi. Poul Michelsen, landsstýrismaður, segði seg harafturat ikki kunna starva saman við John Rajani. Tørvur var tí á fleiri skikkaðum umsøkjarum, segði løgmaður, og lýsti starvið leyst av nýggjum. John Rajani kærdi til Løgtingsins umboðsmann, tí hann helt løgmann víkja frá sakligum atlitum, og harvið bróta fyrisitingarlógina. Í kæruni vísti John Rajani millum annað á, at ein samd setanarnevnd hevði viðgjørt gegnið hjá honum, sum umsøkjara til aðalstjórastarvið. Tí átti ikki at verið neyðugt at lýsa starvið leyst av nýggjum, uttan so at ósaklig tað vil siga ikki fyrisitingarliga men persónlig ella politisk atlit vóru atvold til tess. Umboðsmaðurin segði tá, at fyrr enn málið var endaliga viðgjørt og avgerð tikin, gjørdi hon einki við kæruna. John Rajani læt sína umsókn standa við, hóast hann í fyrstu atløgu varð vrakaður. Í gjár fall valið so fyri aðru ferð, og Herálvur Joensen fekk starvið sum aðalstjóri í Uttanríkis og vinnumálaráðnum, har Poul Michelsen er landsstýrismaður. Hesa ferð vóru tveir sera væl skikkaðir umsøkjarar fyrru ferð bara tann eini, John Rajani. Men nú avgerð er tikin, og John Rajani ikki fekk starvið, fer hann kortini ikki at heita á Løgtingsins umboðsmann um at taka kæruna til viðgerðar. Løgtingsins umboðsmaður tekur ikki málið upp av sínum eintingum. Sostatt er síðsta punktum sett í drúgva og umstrídda málinum um, hvør skal stjórna Uttanríkis og vinnumálaráðnum, og verða fremsti ráðgevi hjá landsstýrismanninum næstu fimm árini. Landsstýrið hevur einki lyfti fingið úr hinum Norðurlondunum. Men søkja vit ikki, fáa vit ongantíð at vita, um vit fáa fullan limaskap í Norðurlandaráðnum og í Norðurlendska ráðharraráðnum, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í norðurlandamálum, sum nú hevur sent umsóknina. Føroyska umsóknin verður viðgjørd á ársfundinum hjá Norðurlandaráðnum í Keypmannanavn fyrst í november. Bilurin stóð í eini grøv, og bilførarin var rýmdur av staðnum, fekk løgreglan fráboðan um. 28 ára gamli maðurin varð handtikin á bústaði sínum. Nú er heystfrí, og fjøllini verða gingin, so vit bíða til tað er av, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, við Sosialin. Hann sigur, at hann fer at boðsenda øllum flokkum at viðgera tilmælini frá nýskipanarnevndini. Tá fæst at vita, hvar semjur kunnu gerast. Høgni Hoydal hevur fyrr sagt við útvarpið, at hann ætlar at hava eitt uppskot um nýggja fiskivinnuskipan liðugt at leggja fyri tingið í hesi tingsetuni. Rigmor Dam, landsstýriskvinna, sigur í svari til Bill Justinussen, at tað ber ikki til at leggja upp fyri hesum frammanundan, tí læruplássini taka lærlingar eftir tørvi og áhugmálum. Játtanin til stunding til lærupláss næsta ár lækkar nakað, tí minni er goldið út seinastu árini, men lærligatalið er vaksið eitt sindur. Í 2012 vórðu 229 lærusáttmálar skrivaðir, men í ár verða umleið 290, og næsta ár verður roknað við, at 300 lærusáttmálar verða gjørdir, sigur Rigmor Dam í svarinum til Bill Justinussen. Lánsbrøv eru neyðug, annars steðgar virksemið hjá Bústøðum upp, tí kassin hjá teimum er tómur og fakfeløg og pensjónsfeløg hava ongan áhuga í at fíggja bústaðarbygging í Føroyum. Ein hálv millión fólk eru dripin í Sýria, annarhvør íbúgvi er flýddur, og eingin loysn er í eygsjón. Hvat ger trygdarráðið í ST, og hvussu finna vit onnur veg í propagandasuppuni Vit tosa millum annað við Nagieb Khaja, sum hevur dekkað kríggini í Afghanistan, Gaza og Sýria, og sum hevur nøkur ráð til fólk, sum vilja vita, men sum eisini vilja verja seg móti ringastu propaganduni. Størsti íløgubankin í størsta europeiska búskapinum, Deutsche bank er í kreppu. Íløgugrunnar eru rýmdir, partabrævið er rapað, risastórar bøtur skulu rindast, og null rentan fær botnlinjuna at bløða. Vit spyrja Páll Odd Rubeksen, leiðara á íløgudeildini í Bank Nordik, hvat bagir, og um vit skulu fyrireika okkum til enn eina Lehman Brothers hending sum í 2008. Mynd Nagieb Khaja, journalistur varð bukaður av av turkiskum marknavørðum, tá hann í desember í fjør royndi at sleppa inn í Sýria at dekka kríggið har, sum hann so mangan áður hevði gjørt Lagið Red Hair er av seinnu fløguni hjá Heiðriki, Funeral , ið kom út fyri góðum mánaða síðani. Nú er videolagið liðugt, og tað kom út á Youtube í dag. Leygarkvøldið var nýggi sjónleikurin Einaferð var tað eg eitt nýfeministiskt ævintýr, ið er skrivað av Mariann Hansen, Duritu Dahl Andreasen og Búa Dam, frumspælt í Perluni í Havn. Og saman við Riu Tórgarð, sjónleikara og leikstjóra, og Marnu Jacobsen, forkvinnu í Demokratia og ritstjóra á Bókadeild Føroya Lærarafelag, fara vit at ummæla nýskrivaða leikin. Fyri einum góðum ári síðani lat Linda Mortansdóttir úr hondum útvarpsfilmin Til Lindu, sum hon hevði gjørt um beiggja sín Rasmus Rasmussen, sála. Vit frætta frá Lindu, nú hon í næstum luttekur á stórum europeiskum festivali í Berlin fyri útvarpsdokumentarljóðmyndir. Í hesum døgum eru 250 ár liðin, síðani Nólsoyar Páll varð borin í heim. Vit skifta orð við Óla Olsen, sum hevur skrivað bók um tjóðarhetjuna, eins og Archibald Black, ið er ein av stigtakarunum til at endurbyggja hús Nólsoyar Pálls á Biskopstøð í Klaksvík, eins og hann eisini hevur granskað í viðurskiftunum hjá Nólsoyar Pálli. Í sendingini tosa vit við Duritu Dahl Andreasen, Mariann Hansen, Búa Dam, Riu Tórgarð, Marnu Jacobsen, Lindu Mortansdóttir, Óla Olsen, og Archibald Black. Tað hevur kostað Atlantic Airways 40 milliónir krónur seinastu tvey árini at selja bíligar ferðaseðlar, men kortini er felagið fíggjarliga væl fyri. Tað sigur nevndarformaðurin Niels Mortensen í lesarabrævi, nú SAS fer at flúgva til Føroya næsta ár og kappast við Atlantic Airways. Niels Mortensen sigur, at Atlantic Airways seinastu tvey árini hevur fyrireikað seg til kapping. Hann sigur, at kappingin er vælkomin. Tað er ein liður í ætlanunum at styrkja handilssamstarvið millum londini, sigur Bjørn Kunoy, sendimaður í Russlandi, við miðlarnar í Kirgisia. Bjørn Kunoy hevur verið á fundi við vinnunevndina har, og í lokalum miðlum verður hann endurgivin fyri at siga, at Føroyar vilja keypa landbúnaðarvørur í Kirgisia. Vit hava kannað møguleikarnar, og vit halda, at vit kunnu flyta frystar landbúnaðarvørur úr Kirgisia um Sankta Pætursborg, sigur sendimaðurin. Í eina heila viku hava vit frí. Summi liggja á sofuni alla vikuna við iPad inum, men ikki øll. Als ikki. Hesar myndir hava vit fingið frá føroyskum børnum, so vit kunnu síggja, hvat tey gera Beint eftir fólkaatkvøðuna kostaðu 100 pund slakar 980 krónur. Nú kosta 100 pund slakar 825 krónur. Pundið hevur ikki havt lægri virði síðstu 30 árini. Útlit eru fyri, at bretska pundið fer at lækka enn meira. Tað verður kortini ikki bara mett at vera av tí ringa, at pundið lækkar. Nú eru meira enn tvey ár síðani, at danska Bygningsstyrelsen spurdi Tórshavnar kommunu, um til bar at keypa BankNordik bygningin, tí hann skal leigast Ríkispolitinum. 8. januar í ár gjørdu Bygningsstyrelsen og Tórshavnar kommuna treytaða keypsavtalu. Treytin er, at fíggjarnevndin hjá Fólkatinginum góðkennir keypið. Sambært skránni fyri fundin hjá fíggjarnevndini verður fíggjarnevndarskjalið um bygningin í Húsagøtu viðgjørt í dag. Fundurin er klokkan 12 00 okkara tíð. Fíggjarnevndin hevur spurt Hans Christian Schmidt, ráðharra, nærri um skattaviðurskiftini. Í fíggjarnevndarskjalinum stendur, at SKAT í Danmark kann ikki átaka sær at meta bygningin. TAKS í Føroyum hevur boðað frá, í Føroyum verða fastognir ikki mettar skattaliga. Fíggjarnevndin spyr ráðharran, hvør vanliga mannagongdin hevði verið, um bygningurin var í Danmark. Jón Tyril saknar gomlu bygdasligu dygdina, tá útlendskar stjørnur kundu ganga á gongugøtuni í Havn ella í Mykinesi uttan at verða órógvað av føroyskum fjepparum. Tað er ósømiligt, at ungfólk mugu av landinum, skulu tey í viðgerð fyri rúsevnisnýtslu, sigur Frants Jensen, aðalskrivari hjá Bláa Krossi í Føroyum. Norska russiska fiskiveiðunevndin, sum hevur fund í næstu viku, skal áseta toskakvotuna. Sannlíkt er, at nevndin tekur undir við arbeiðsbólkinum, sum mælir til 983.000 tons. Bob Dylan fær ikki heiðurslønina fyri eitt ávíst verk, men fyri alt sítt ritverk, varð sagt, tá heiðurslønin varð latin í Stokkhólmi fyri løtu síðani. Tað skuldarbindur landið, um Bústaðir sleppa at skriva út lansbrøv, sigur Jørgen Niclasen, fyrrverðandi landsstýrismaður í fíggjarmálum. Tað vóru 702 fólk fleiri í Føroyum 1. september í ár enn 1. september í fjør. So stórur fólkavøkstur hevur ikki verið í einum ársskeiði síðan 2001. Stóri fólkavøksturin kemur ikki bara av nettotilflytingini, sum var 438, men eisini av burðaravlopinum, sum var 264, skrivar Hagstovan . Av teimum, sum løgdust afturat, er tann størri parturin kvinnur. 374 kvinnur og 328 menn. Stóra broytingin kemst í høvuðsheitinum av, at tað eru færri, sum flyta úr Føroyum. Ikki síðan 1982 hava so fá fólk flutt úr Føroyum, og tilflytingin er tann størsta síðan 2002. 49.615 fólk búðu í Føroyum tann 1. september í ár. Fleiri byggifyritøkur óttast nú, at kappingin á byggimarknaðinum verður avlagað, tí Articon hevur fingið risastóra verkætlan frá SEV, uttan at arbeiðið varð bjóðað út frammanundan. Nakrar av hinum føroysku byggifyritøkunum siga seg eisini vera førar fyri at gera arbeiðið til nýggja Sundsverkið, sum Articon hevur fingið. Arbeiðið, at gera lendið og bygningin til nýggja Sundsverkið, fer at kosta umleið 225 milliónir krónur. Articon varð valt út við atliti til marknaðarstøðuna, og tí fyritøkan verður mett at hava bestu førleikarnar til at loysa uppgávuna, skrivar SEV í frágreiðing til eykaaðalfundin 30. september. Hoyr samrøðuna við Jákup Suna Lauritsen, nevndarformann hjá SEV. Atlantic Airways hevur í eina tíð arbeitt við einum tilboði um bíligar ferðaseðlar til lesandi á jólum. Felagið visti tó einki um ætlanina hjá SAS, so ikki bar til at vera fyrr enn SAS við tilboðnum. Annars hevur føroyska flogfelagið ikki viðgjørt kappingina, sum nú er komin, so ikki ber til at siga enn, hvat svarið hjá felagnum verður, nú tað fær kapping. Hoyr samrøðuna við Niels Mortensen, formann í nevndini hjá Atlantic Airways. Grønlendska reiðaríið fer í framtíðini helst at brúka útlendska manning ístaðin fyri grønlendska og danska manning á farmarutuni tvørtur um Atlantshav. Haraftrat fer Royal Arctic Line møguliga eisini at sigla undir útlendskum flaggi, upplýsir stjórin, Verner Hammeken fyri heimasíðuni Shipping Watch. Grønlendska reiðaríið er farið í nýtt samstarv við íslendska reiðaríið Eimskip, og reiðaríni bæði eru í ferð við at keypa trý nýggj skip. Skipini verða sett í rutu fyri Nuka Arctica og Naja Arctica, og nýggju skipini fáa nýggja manning. Manningin á Nuka og Naju fáa møguliga arbeiði á strandarutunum hjá felagnum í Grønlandi. Fýra menn eru settir fulla tíð at menna føroyskan fótbólt. Tríggir teirra eru gamlir í garði, meðan hin fjórði kemur uttanífrá. Endamálið er fyrst og fremst at skapa betri fótbóltsspælarar, sigur FSF. Sangirnir Nær kemur tú heim við Finni og SAKARIS, og Dreams Are Promise við GrassyAss, royna seg gjøgnum Nálareygað, men tað gongur ikki heilt eftir vild. Hanus Kamban, rithøvundur, er ovurfegin um, at Bob Dylan hevur fingið bókmentaheiðursløn Nobels í ár. Oddfríður Marni Rasmussen, ið eisini er rithøvundur, er alt annað enn fegin um valið, ið hann skýrir populistiskt. Magnus Magnussen, formaður í Føroya Handverksmeistarafelag, ávarar um, at tað kann fáa álvarsligar avleiðingar fyri kappingina á byggimarknaðinum, at SEV velur at geva Articon lendis og byggiarbeiðið á víðkaðað Sundsverkinum fyri umleið 275 milliónir krónur uttan at bjóða tað út. Framferðarhátturin kann vera viðvirkandi til, at ein fyritøka veksur seg so stóra, at hon verður sjálvskrivað til størstu verkætlanirnar. Magni Arge, fyrrverandi stjóri í Atlantic Airways, setur spurnartekin við leiklutin hjá fyrrverandi nevndarlimum, ráðgevum og stjóra í Atlantsflogi. Niels Mortensen, nevndarformaður í Atlantsflogi, vil ikki gera viðmerkingar til tað, sum Magni Arge hevur ført fram um fyrrverandi nevndarlimir, ráðgevarar og stjóra í flogfelagnum, men sigur, at Magni Arge má koma við prógvum fyri sínum uppáhaldi. Tað bar ikki til at fáa eina viðmerking frá Magna Arge í dag, tí hann var upptikin í fólkatingssalinum, har hann hevur sæti til 18. oktober. Orsøkin er, sigur Innlendismálaráðið, at tey eru ikki tilmeldað fólkayvirlitið í avvarðandi kommunu í seinasta lagi tvær vikur fyri valdagin, og heldur ikki búgva tey í kommununi sjálvan valdagin. Tey, sum hava annan ríkisborgararætt enn danskan, kunnu velja og stilla upp, um tey hava havt fastan bústað í Føroyum seinastu trý árini fyri valið. Freistin at stilla upp til kommunuvalið 8. november er týsdagin 18. oktober klokkan 18. Tá skulu listarnir vera hjá velnevndarformanninum ella kommununi. Tey, sum arbeiða hjá kommununum, fáa ikki løn, tá tey eru veðurføst heima við hús ella á veg til arbeiðis. Starvsfólk hjá landinum missa ikki lønina. Tey, sum arbeiða hjá landinum, fáa, tá alt alment ferðasamband er steðgað fyri veður, kortini løn fyri dagin. Hetta stendur tó ikki í sáttmálanum, Starvsmannafelagið hevur við Lønardeildina. Har skulu tey, sum ikki sleppa til arbeiðis fyri veður, annaðhvørt skráseta dagin sum frítíð ella verður dagurin drigin frá í lønini. Starvsmannafelagið hevur havt málið við til sáttmálasamráðingar. Felagið hevur eisini spurt Kommunala arbeiðsgevarafelagið, men einki er komið burturúr. Seinastu nógvu árini er afturstigið í fólkatalinum 250 til 300 fólk, tí so nógv fluttu av landinum í august. Men í ár er bara talan um 166 fólk, upplýsir Hagstovan . Samstundis fluttu fleiri til Føroya í august enn árini frammanundan. August er stóri fráflytingarmánaðurin, tí tá fara fólk uttanlands at lesa 702 fólk fleiri vóru í Føroyum 1. september í ár enn 1. september í fjør. So stórur fólkavøkstur hevur ikki verið í einum ársskeiði síðan 2001, skrivar Hagstovan. Stóra broytingin í fólkatalinum kemst í høvuðsheitinum av, at færri flyta úr Føroyum. 49.615 fólk búðu í Føroyum 1. september í ár. Av teimum verða fýra røktarheimspláss brúkt til umlætting, og tørvurin er meira enn tvífaldur, skrivar Norðlýsið . Sambært Klaksvíkar kommunu standa 100 fólk á bíðilista. Sambært svarskrivi, Norðlýsið hevur fingið, frá Klaksvíkar kommunu, í samband við innlitsumbøn, er stórur tørvur á røktarheimsplássum í Norðoyggjum. Harafturat kunnu væntast nýggir bíðilistar til barnaansing. Í samband við kommunal grundstykkir standa 48 á bíðilista, meðan eingin bíðilisti er til vinnulig grundstykkir. Í summar fingu 37 børn pláss á vøggustovu dagrøkt og 24 børn fingu barnagarðspláss. Higartil hevur kommunan megnað at nøkta tørvin. Løgmaður hevði fund við hinar floksformennirnar seinasta fríggjadag, og løgmaður fer aftur á fund við teir fríggjadagin í næstu viku. Aksel Johannesen sigur, at hann væntar at hava fund við floksformennirnar fimm ferðir afturat. Hann vónar, uppskot er klárt at leggja fyri tingið um fýra fimm vikur. Á fundunum fara teir at ganga ígjøgnum kapittularnar í uppskotinum til stjórnarskipan, meðan sjálv innleiðslan, sum stór ósemja er um, verður viðgjørd seinni. Teilendska fólkið syrgir Bhumibol kong, sum doyði hósdagin, 88 ára gamal. Og tað sæst aftur ymsastaðni í Tailandi, skriva útlendskir fjølmiðlar. Seinast er komið fram, at allar teilendskar sjónvarpsstøðir skulu vísa sama sjónvarpssignal ein svart hvítan dokumetar um deyða kongin vístur. Greinin heldur fram niðanfyri. Sambært AFP, hevur teilendski herurin, sum hevur valdið í landinum, givið øllum sjónvarpsrásum, eisini satelittrásum, boð um at vísa filmin. Allar sjónvarpsrásir skulu næstu 30 dagarnar vísa saman sjónvarpssignal, sigur talsmaðurin fyri herin sambært AFP tíðindastovuni. Almenn landasorg er lýst í landinum í eitt ár, frá í dag at rokna. Harumframt skulu øll almenn starvsfólk ganga í svørtum næsta árið, segði forsætisráðharrin í landinum. Samstundis mælir hann til, at ongar veitslur verða hildnar í landinum í ein mánað. Allir almennir bygningar skulu flagga í hálvari stong næstu 30 dagarnar, skrivar Reuters. Men nøkur menniskju eru, sum síggja, hoyra og sansa slíkt, sum vit siga vera øðrvísi og vera nakað, sum hoyrir til millum himmal og jørð. Ulla Bærentsen sá ein eingil, tá hon var smágenta. Seinni í lívinum hevur hon havt upplivingar, ið sannføra hana, at Guð er til og til ber at koma í samband við Hann. Men Ulla og onnur av húsfólkunum hava eisini havt aðrar upplivingar handtøk, sum fara niður, men ongin kemur innar og klaver, sum fara at spæla, men har er ongin, sum spælir. Tvøroyrar býráð fer í dag at taka støðu til, um kommunan skal veita SALT tríggjar milliónir krónur afturat, nú peningur vantar í at fáa ætlanina lidna. Reglurnar, fyri hvør ið fær stuðul til flutning av farmi til og av útoyggjunum, eiga at verða endurskoðaðar. Tað heldur Útoyggjafelagið, nú neyðugt er við eykajáttan, tí peningurin til flutningsstuðulin er brúktur. Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, er sinnaður at hyggja nærri at reglunum. Forlagið Sprotin gav út bókina í 2015, Edward Fuglø hevur gjørt kápumyndina til føroysku útgávuna. Sonja Kjølbro hevur staðið fyri umbótingini. Tað er løgið at hoyra gamla tilfarið aftur, men kenslan er góð, siga limirnir, sum gleða seg at trína á pallin leygarkvøldið. Teir fara at spæla tríggjar sangir. Einar Jacobsen, Bergmann Finnsson, Gunnar Thomsen og Henning Nicodemusen vitja morgunsendingina. Umframt hesar verður Heri Joensen við á konsertini. Royndaruppboðssølan næsta ár verður framd við støði í tilmælunum frá fiskivinnunýskipanar bólkinum. Men politisku flokkarnir sleppa eisini at seta síni fingramerki. Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sum nú er liðugur at eftirmeta royndaruppboðssøluna í summar. Í juli í ár arbeiddu 229 fleiri fólk í byggivinnuni í Føroyum enn árið fyri. Vøksturin er 6,5 prosent, vísa nýggjastu tølini hjá Hagstovuni . 3.742 fólk vóru í byggivinnuni 1. juli í ár. Í juli 2016 vóru 25.910 løntakarar í Føroyum, 516, tvey prosent, fleiri enn í juli í fjør. Framgongd er í øllum høvuðsvinnubólkunum, uttan í fiskivinnuni og alivinnuni, har er lítil afturgongd skrivar Hagstovan á heimasíðuni. Í 2007 vóru 697 pensjónistar løntakarar, nú arbeiða 1.156 fólk, 67 ár ella eldri, fyri løn. Triði hvør fólkapensjónistur er á arbeiðsmarknaðinum. Í hinum endanum eru tannáringarnir, tey 16 til 19 ára gomlu. Tey eru nógv færri nú enn fyri níggju árum síðani, sum arbeiða sambært Hagstovuni . Eisini í aldursbólkinum 20 til 24 ár eru færri løntakarar nú. Orsøkin er ikki tann, at í hesum aldursbólkum eru á leið líka nógv fólk sum fyri níggju árum síðani. Broytingin í fólkatalinum er ikki orsøk til, at færri ung eru løntakarar, tey eru bara minni eftirspurd á arbeiðsmarknaðinum, skrivar Hagstovan. Um lutfallið millum løntakarar og fólkatalið var tað sama nú sum í 2007, vóru 27.000 løntakarar í juli í ár, stívliga 1.000 fleiri enn tað eru. Jørgen Niclasen skal rinda 10.000 krónur afturat í sakarmálskostnaði fyri royndina at fáa Hægstarætt at broyta avgerðina hjá Landsrættinum, sum dømdi Jørgen Niclasen at rinda allan sakarkostnaðin fyri tollmálið. Í Landsrættinum varð hann dømdur at rinda kringvarpsfólkunum til samans 250.600 krónur, Sveini Tróndarsyni 125.600 krónur, umframt egnan sakarmálskostnað. Hægstirættur vil hava hann at rinda kringvarpsfólkunum 5.000 krónur afturat og Sveini Tróndarsyni 5.000 krónur fyri royndina at sleppa í Hægstarætt við málinum. Jørgen Niclasen skal í alt rinda 386.000 krónur í sakarmálskostnað fyri tollmálið. Formaðurin í Fólkaflokkinum slapp ikki í Hægstarætt við tollmálinum . Landsrætturin frídømdi journalistarnar, sum í sínari viðgerð førdu fram, at Jørgen Niclasen hevði snýtt í tolli sum stjóri í fyritøkuni N. Niclasen í Sørvági. Landsrætturin kom til ta niðurstøðu, at journalistarnir í Kringvarpi Føroya og portal.fo høvdu ført sannleikaprógv fyri sínum ákærum um tollsnýt. Tey vórðu fríkend fyri ærumeiðing. Í umsóknini varð víst á, at í so lítlum samfelag, sum tí føroyska, er vandi fyri, at eingin fæst at stilla upp til val, um eingin heldur í teymunum á fjølmiðlunum. Aðalsetningurin hjá samgonguni er enn tann sami, nevniliga at øll rættindi at fiska skulu bjóðast út á einum almennum marknaði. Men nú byrjar tað stóra arbeiði at finna eina breiða, politiska semju um eina varandi nýskipan fyri føroysku fiskivinnuna. Tað sigur Høgni Hoydal, nú teir fýra andstøðuflokkarnir í løgtinginum hava fingið fundarboð frá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum. Jógvan Páll Lassen er gestavertur í sendingini Afturáaftur. Í sendingini verður Ronaldo feburin tikin. Onnur evni eru kapping á flogrutuni Føroyar Keypmannahavn, prísurin á seyðakjøti og nobelheiðursløn til Bob Dylan. Í sambandi við heystfagnaðin er pallborðsfundur á Eiði í kvøld, har kjakast verður um náttúruna og ferðafólk og um almennan gongurætt. Jørgen Niclasen slapp ikki at royna tollmálið í Hægstarætti, sum hevur avgjørt, at hann skal rinda 10.000 krónur aftrat í sakarmálskostnaði. Tað sigur Søren Jespersen, fyrrverandi nevndarlimur í Atlantsflogi, eftir at Magni Arge, fyrrverandi stjóri í flogfelagnum, hevur sett spurnartekin við leiklutin hjá ávísum nevndarlimum, nú SAS fer at kappast við Atlantic Airways á Keypmannahavnar rutuni. Hallur sigur, at hann ongantíð hevur upplivað typiskar gentur ella typiskar dreingir. Hallur, sum í gerandisdegnum er til skips, trýr ikki serliga nógv upp á kynssteriotypur. Hann tímir ikki at hyggja at fótbólti og heldur ikki, at hann er serliga dreigjaligur sum heild, men tó at hann eisini er ein rættur maður. Er tað ikki maskulint, at dreingir spæla við dukkur, ganga í litføgrum gamasjum ella ganga í neongrønum skóm við gulum strípum Og hvat hevur Den Store Bagedyst at gera við kynssteriotypur Menn royna í minsta lagi at liva minni og minni upp til kynssteriotypur, ímðan nógvar kvinnur enn royna sjálvar at liva upp til steriotypuna sum supermamma og ofta hava lágt sjálvsálit, tí tær ikki eru heilt feilfríar ikki tí menn krevja tað, men heldur tí tær sjálvar krevja tað. Hariett Olafsdóttir Av Gørðum, móta og lívsstílsbloggari og bóndaáhugað, vil heldur vera sín egin enn at ganga upp í, hvat onnur halda, hon átti at gjørt. Men hon sigur eisini, at hon fær viðhvørt skarpar viðmerkingar, tá hon er á fjalli, men at tað fær maður hennara eisini, tá hann til dømis bakar pannukøkur, ímeðan hon er á fjalli. Hesaferð práta vit við ein bleytan drong, eina kvinnu, ið fer á fjall, ein ungan sjómann, eina sjálvstøðuga fjakkaragentu og ein bloggara um kynssteriotypur. Menn úr Junkarshaga, sum er miðjan á Nólsoynni, fóru út tíðliga ein týsmorgun at reka seyðin heim. Eftir at teir aftan á eina 12 tímars gongu høvdu fingið seyðin heim, varð slaktið gjørt dagin eftir. Tað er nakað heilt serstakt, at vit reka seyðin heim og gera so nógvan mat burtur úr honum. Føroyska mentanin er vøkur, tað kunnu vit øll vera samd um. Tað halda Súrður Hammer, granskari og fleiri altjóða granskarar við honum, í eini grein, sum er almannakunngjørd í tíðarritinum Analytical Methods Tað er Royal Society of Chemistry ið gevur út tíðarritið. Tað finnast nú 690 ymisk sløg av størri havdjórum, har tað er staðfest, at tey eta plast. Frá tí minsta sjófuglinum til størstu hvalirnar er tað greitt, at plastik í sjónum er ein vaksandi globalur trupulleiki. Men líka síðan ljós av álvara varð varpað á hendan trupulleikan fyri 20 árum síðani, hevur lítil og eingin samskiping verið ímillum einstakar verkætlanir, sum hava kannað hendan trupulleikan. Vansin við hesum er, at granskarar runt heimin hvør í sínum lag gera egnar mannagongdir, og tá gerst tað trupult at gera objektivar samanberingar ímillum ymisk økir, djórasløg ella tíðarskeið, og somuleiðis gerst tað trupult at meta um, hvussu stórur globali trupulleikin er. Hetta er avbjóðingin, sum Sjúrður Hammer og granskarar úr Kanada, Ný Sælandi, Avstralia, Bretlandi og Hollandi vilja gera upp við. Við støði í tí gransking, sum er gjørd av plasti í sjófugli, millum annað eisini í Føroyum, leggur greinin fram nøkur tilmæli til standardisering av, hvussu plast í havdjórum skal rapporterast. Greinin og tilmælini kunnu lesast á heimasíðuni hjá Royal Society of Chemistry. Ein leinkja til greinina er á heimasíðuni hjá Granskingarráðnum. Grunnurin skal serliga stuðla tiltøkum og verkætlanum, sum kveikja og menna føroyska myndlist, tónlist, b okmentir, sjónleik og aðra list, sum kann javnmetast við hesar listagreinar. Starvslønir kunnu vera latnar sum ein starvsløn galdandi í trý ár og starvslønir galdandin í ein til 12 mánaðir. Upphæddin á starvslønini svarar til læraralønina í fólkaskúlanum lønarstigi 21, stig 1, sum nú er 26.660 krónur um mánaðin. Hjarta CT skanningar eru í fleiri ár gjørdar uttanlands, og nú er so ætlanin, at hesin kanningarhátturin skal verður tøkur í Føroyum. Landssjúkrahúsið fer í samstarvi við Bispebjerg Hospital at fremja CT hjartaskanningar, ið eru serliga væl egnaðar at útiloka æðrakálking hjá sjúklingum undir illgruna fyri hjarta æðrasjúku. Tað skrivar heimasíðan hjá Landssjúkrahúsinum. Áður hevur í fleiri førum verið neyðugt at senda allar sjúklingar, ið hava havt viðkomandi sjúkutekin, avlandinum at gera kanningar av krans æðrunum. Við nýggja kanningarháttinum, har CT skanning verður framd av hjartanum, fer at vera gjørligt neyvt at síggja kransæðrarnar og tískil betur vita, hvørt tørvur er á, at senda sjuklingar uttanlands til víðari viðgerð. Fólk frá Bispebjerg Hospital vóru í Føroyum fyrr í mánaðinum og lagt lag á hjá hjartalæknunum á Landssjúkrahúsinum og røntgen starvsfólki. Tað er Norrøna ungmannafelag í Føroyum, sum hevur tikið stig til at gera eitt útnorðurráð fyri ung í samstarvið Ungmennadeild Norræna F lagsins í Íslandi. Fundurin ella ráðstevnan byrjaði í gjár og heldur fram í dag og í morgin. Við á fundinum úr Føroyum eru Aksel Berg fyri Ung fyri Miðflokkin, Eyðstein Zachariassen fyri Ungt Sjálvstýri, Tráin Nónklett fyri Unga Tjóðveldið og Tummas Larsen fyri HUXA, ið er ungmannafelagið hjá Fólkaflokkinum. Ætlanin er at menna eitt forum fyri ung í útnorði, sum hevur fokus á, hvussu londini í útnorði kunnu gera økið eitt betri stað fyri ung at búgva í. Fyrsti fundurin er hetta vikuskifti, og eftir ætlan skulu ungmannafeløgini semjast um nøkur tilmæli, sum síðani verða løgd fyri Útnorðurráðið. Arion Banki, tað er bankin sum keypti Vørð frá BankNordik í september, hevur sagt 46 fólkum úr starvi, av teimum arbeiddu 27 í høvuðsumsitingini. Nú er tilsamans 840 starvsfólk í bankanum. Bankin sigur, at stórar broytingar eru í tænastuveitingunum hjá bankanum, og alsamt fleri viðskiftafólk brúka sjálv avgreiðslu, eitt nú netbanka, banka app og sjálvtøkur, heldur enn avgreiðslu í eini bankadeild. Sum líðir á dagin, frískt lot til frískan vind. Í nátt verður turt, skýggjað. Í morgin verður møguliga onkur sólglotti. Hitin millum 6 og 9 stig. Høllin verður ein kombihøll, sum partvís skal kunna nýtast til møti, fyrilestrar, skeið, konsertir og aðrar samkomur, og partvís til alskyns ítrótt og spæl. Tað skrivar heimasíðan. Høllin verður góðar 450 fermetrar, og rúm verður fyri 500 sitiplássum í henni. Annað byggistig fevnir um felagsøki, og triðja byggistig um 12 hjúna og familjukømur, verandi hús hevur 15 komur við tilsamans 132 seingjarplássum. Samlaða útbyggingin er mett at kosta 26,2 miljónir krónur. Panelið skal í dag taka støðu til, hvørt eitt par skal fara at ganga til dans ella ikki, um ein kvinna skal taka pápa sín við inn á føðistovuna, og um til ber hjá einum soni at steðga mammu síni, sum hann heldur vera á vandakós. Í Orrustuni hesa ferð eru tannlæknar og miðlakvinnur. Luttakarar eru Sólvá Eystberg, Eirikur Hofgaard, Eydna Skaale og Sunva Eysturoy Lassen Andrias Joensen, sílafiskari, hevur meldað ein bónda í Suðurstreymoy og ein í Eysturoynni, fyri at taða ólógliga. Og nú seinasta freist at koyra tøð á bøin er í dag, eru fleiri, ið tøma sær brunnarnar ólógliga til veturin, heldur Andrias Joensen. Granskingarkvotan, sum er 1.795 tons, er uppfiskað, og tað er makrelkvotan hjá rækjuskipum, verksmiðjuskipum, ísfiskatrolanum og trolbátum eisini. Bjarningartyrlan var í tveimum førum eftir fólki, ið høvdu verið áhaldsin. Um hálvgum fimm tíðina seinnapartin í gjár fór tyrlan til Mykines eftir einum persóni, sum hevði verið áhaldsin. Bara lítla løtu seinni fór tyrlan eftir einum persóni, sum hevði verið áhaldsin í Dølum við Vestmanna, verður sagt av politistøðini. Hetta fer at merkjast á virkseminum í húsinum, viðgongur Ólavur Rasmussen, virkandi stjóri í Saltgrunninum. Tað verður eitt fyrsta ár við lágum blussi. Sostatt vanta 1,6 milliónir krónur í fyri at røkka teimum 7,6 milliónunum, sum vanta í fyri at gera ætlanina endaliga lidna. Hesa upphædd ætlar Saltgrunnurin at fíggja við lántøku, sigur Ólavur Rasmussen. Eftir æltan verður Saltsilan liðug 18. november. Ólavur Rasmussen ivast tó í, um dagfestingin fer at halda. Tað verður helst sindur seinni í ár. Játtanin til flutningsstuðul í ár, ið er ein millión, er brúkt, og Henrik Old, landsstýrismaður, hevur biðið Løgtingið um eykajáttan. Harumframt er eisini semja gjørd um fráboðanarfreist í samband við arbeiðssteðg og aðrar dagføringar, skrivar Heilsuhjálparafelag Føroya í tíðindaskrivi. Bæði Víkingur og KÍ greiddu sína skyldu og sostatt er Víkingur framvegis oddalið við einum stigi undan ársins seinasta leikumfari. KÍ B68 6 0 1 0 9 Súni Olsen 2 0 50 Súni Olsen 3 0 62 Páll Klettskarð 4 0 72 Tórur Justesen 5 0 79 Páll Klettskarð brotsspark 6 0 90 Páll Klettskarð NSÍ AB 4 1 1 0 27 Andri Benjaminsen 2 0 50 Árni Frederiksberg 2 1 85 Símun Hansen brotsspark 3 1 88 Jann Martin Mortensen 4 1 90 Klæmint Olsen Stigatalvan undan síðsta umfari sær soleiðis út 1 Víkingur 58 2 KÍ 57 3 NSÍ 52 4 B36 46 5 HB 42 6 ÍF 32 7 TB 27 8 Skála 25 9 AB 18 10 B68 7 Bankin skal virka sum ein óheftur, almennur, fíggjar og greiningarstovnur, og hann skal eisini ávara og byrgja fyri, at nýggjar fíggjar og búskaparkreppur raka okkum so meint. Samgonguflokkarnir í Fíggjarnevndini halda tað eisini vera serliga neyðugt við einum váðaráði, tá havt verður í huga, at eftirlitið á fíggjarmarknaðinum er tvíbýtt nillum Føroyar og Danmark. Hetta er ein avbjóðing, og tað hevur avgerandi týdning fyri, at Váðaráðið fer at virka sum ætlað, at greiði fæst á hesum viðurskiftum. Undir viðgerðini av málinum er komið fram, at fleiri løgtingsfólk ivast í, um tað er rætt, at landsbankin skal fáa heimild at veita kommunum og almennum grunnum lán. Í eini roynd at tryggja størri undirtøku fyri lógaruppskotinum mæla samgonguflokkarnir í Fíggjarnevndini tí til at strika hesa heimildina. Eisini verður skotið upp, at starvsfólk, hjálparfólk og onnur, sum fáa kunnleika til trúnaðarupplýsingar í lansbankanum og váðaráðnum, skulu hava tagnarskyldum, eisini eftir at starvstíðin er lokin. Andstøðuflokkarnir í Fíggjarnevndini siga, at tað er óneyðugt at stovna landsbanka, tí uppgávurnar, sum bankin eftir ætlan skal fáa, verða í væl røktar av øðrum stovnum undir landinum. Skipanin við váðaráði er eisini óneyðug, so leingi fíggjareftirlitið ikki er á føroyskum hondum. Eitt føroyskt váðaráð fær tí einki innlit, ongar veruligar heimildir og tí einki veruligt virkisføri. Andstøðuflokkarnir í Fíggjarnevndini skjóta upp at broyta navnið á Gjaldstovuni til Landsbanka Føroya, og at týdningarmiklir partar í føroyska fíggjarkervinum javnan hittast at viðgera fíggjarstøðuna í landinum og spurningar, sum hava samband við fíggjarligan váða. Nýggja frágreiðingin, Heilsu og innlendismálaráðið hevur biðið um, staðfestir, at tannheilsan er nógv batnað, men hon kann gerast uppaftur betri. Hesi 25 árini er talið av børnum, sum hava tenn við ongum holum, nógv vaksið. Í 1991 høvdu bert 12 prosent av teimum 12 ára gomlu frískar vaksnamannatenn, men í fjør var hetta talið 64 prosent. Føroyar eru nú á sama stigi sum hini norðurlondini, tá ið ræður um tilboð um tannrøkt til børn og ung, og tá ið ræður um úrslit, sum er rokkin til frama fyri tannheilsuna sum heild, vísir frágreiðingin. Í frágreiðingini verður kortini víst á, at endamálssetningurin hjá føroyskum tannlæknum um frískar tenn alt lívið er ikki rokkin fyri øll. Tí er neyðugt framhaldandi at gera ábøtur og stremba eftir framstigum í tannheilsuni hjá børnum og ungum í Føroyum, verður sagt í frágreiðingini. Týsdagin fer Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum undir at viðgera uppskotið hjá landsstýrinum um fíggjarlóg fyri 2017. Nevndin hevur fund klokkan hálvgum níggju týsmorgunin Allar kommunurnar eiga SEV, og allar kommunur eru í Kommunufelagnum. Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum, sigur, at har er hetta málið hjá SEV als ikki umrøtt. Men fríggjadagin verður borgarstjórafundur, har sum allar kommunur vera umboðaðar. Málið um stórarbeiðið hjá SEV, sum ikki er boðið út, er ikki á skránni fyri fundin. Men tað kann væl vera, at tað verður viðgjørt kortini, tí orðið er frítt á fundinum, sigur Eyðun Christiansen. Hóast kommunurnar eiga SEV, er ikki beinleiðis samband millum SEV og Kommunufelagið. Aðalfundurin hjá SEV er hægsti myndugleikin. Á aðalfundinum eru umboð fyri allar kommunur. Tey velja sjey kommunustýrislimir úr øllum landinum í nevndina, sum er yvirstjórnin hjá SEV. Vallógin sigur, at valevnislistarnir mugu vera valnevndarformanninum ella kommununi í hendi í seinasta lagi klokkan 18 00, tríggjar vikur undan valdegnum. Búgva færri enn 1.000 fólk í kommununi, eru 10 stillarar nóg mikið. Er íbúgvaratalið minni enn 200, eru fimm stillarar nóg nógvir. Til samans 602 fólk stillaðu upp til kommunuvalið í 2012, 395 menn og 207 kvinnur. Valrætt og valbæri, tað er rætt at velja og rætt at stilla upp, hava fólk, ið eru 18 ár Fólkini skulu vera tilmeldað fólkayvirlitið í kommununi í seinasta lagi tvær vikur fyri valdagin, og framvegis búgva í kommununi á valdegnum. Elisabet Vang, sum var í síni aðru kapping, vann gull. Grundgevingin hjá dómarunum var, at alt gekk upp í eina hægri eind, sigur Jákup Jakobsen. Jórun Mørkøre, sum er veteranur í slíkum kappingum, stóð seg ógvuliga væl. Fleiri hildu, at hon átti at vunnið kappingina, men tá liðugt var, bleiv Jórun Mørkøre nummar tvey. Vit kundu hugsað okkum eitt gull heiðursmerki aftrat, og at allir føroyingarnir komu aftur við metalli, men sum heild eru vit stak væl nøgd við kappingina, sigur Jákup Jakobsen, venjari. Næsta stóra uppgávan er í Los Angeles um ein mánað. Tá skal David Arge Galan verja sítt HM heiti, og Jórun Mørkøre ætlar sær betri úrslit enn seinast, Fyrisitingin hjá Økistænastuni í Sandoyar Sýslu er so átaluverd, at Løgtingsins umboðsmaður vil hava at vita frá landsstýriskvinnuni í kommunumálum, hvørji stig kunnu takast. Í síðstu viku fekk Gerhard Lognsberg, stýrisformaður fyri Økistænastuna í Sandoyar Sýslu, eitt hvast bræv frá Løgtingsins umboðsmanni. Umboðsmaðurin hevði biðið Økistænastuna um at taka málið uppaftur til nýggja viðgerð, tí hon var av so nógvum handahógvi merkt, at viðgerðin ikki kundi standa. Hetta var í summar, og tí heitti Umboðsmaðurin fyrst í september á stýrið fyri økistænastuna um at greiða sær frá, hvat hendi í málinum. Nú senda vit tilfarið, sum er gjørt áður. Hvat er hent, er óskiljandi og hevur sett okkum í nevndini í Økistænastuni í eitt sera ringt ljós, bæði hjá høgum og lágum, lat tað fara. Víðari stendur Vit yvirtóku eldraøkið, sum onnur økir gjørdu. Vit eru tað minsta samstarvið í landinum. Men vit hava havt tað nokkso trupult. Men umboðsmaðurin er ikki nøgd. Millum annað fer hon at samanbera útskriftirnar frá gerðabókini, sum hon hevur fingið sendandi, við originalu avritini av somu gerðabók og sær, at frásagnirnar hjá Stýrinum fyri Økistænastuna partvíst eru umskrivaðar, annað er ikki tikið við, umframt at lagt er afturat frásagnunum. Hetta fær umboðsmanni til at koma til ta niðurstøðu, at um Umboðsmaðurin ikki fær rættar upplýsingar, so er málið ikki nøktandi upplýst. Løgtingsins umboðsmaður skrivar, at tað er sera átaluvert, at stýrið við Gerhardi Lognberg á odda ikki hevur givið sær rættar upplýsingar beinanvegin. Hetta nýggja brævið til Gerhard Lognberg, stýrisformann er eins og átalan frá summar sent til løgmann, løgtingsins formansskap og eisini til landsstýriskvinnuna í kommunumálum. Sirið Stenberg verður í hesum sambandi biðin um, at lata umboðsmannin frætta, hvørji stig niðurstøðurnar um átaluverdu fyrisitingina hjá Økistænastuni geva orsøk til at taka. Útvarpið skilur, at Kristin Michelsen vil hava øll valevni at skriva undir, at fyrstvaldi á javnaðarlistanum á býráðsvalinum 8. november, skal kunna gerast borgarstjóri hjá flokkinum. Keldur siga, at Kristin Michelsen skal hava givið listanum eina freist til í gjár, at góðataka, at fyrstvaldi á listanum eisini er borgarstjóraevni hjá flokkinum. Um hetta ikki verður gjørt, hóttir Kristin Michelsen við at taka seg av listanum hjá Javnaðarflokkinum til kommunuvalið. Sum skilst, so eru hini valevnini ikki sinnað at skriva undir eina tílíka avtalu. Útvarpið hevur tosað við Kristin Michelsen fyrrapartin, men hann hevur onga viðmerking. Hann vil hvørki vátta ella avsanna, at hann hevur hótt við at taka seg av listanum. Bjarni Hammer, varaborgarstjóri, sum eisini er á javnaðarlistanum til býráðsvalið, hevur onga viðmerking, men vísir til formannin í felagnum, Signar Dam. Kristin Michelsen, er eisini løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin, og fekk á valinum í fjør 302 atkvøður, meðan Bjarni Hammer, sum er varaborgarstjóri á Tvøroyri, og eisini í Løgtinginum fyri Javnaðarflokkin fekk 298. Sostatt vóru bara fýra atkvøður á muni millum teir báðar. Hinvegin fekk Kristin Michelsen munandi fleiri atkvøður á býráðsvalinum í 2012 enn Bjarni Hammer. Kristin Michelsen fekk 239 atkvøður og Bjarni Hammer fekk 118 atkvøður. Teir stilla báðir uppaftur til kommunuvalið, ið verður 8. november. Útvarpið hevur roynt at fáa fatur á Signari Dam men tað eydnaðist ikki fyrrapartin. Freistin, at lata inn valevnislistan, er í annaðkvøld klokkan 18. Á heimasíðuni er ein spurnarkassi, har fólk kunnu seta spurningar um ymiskt átrúnarligt og so er eitt panel, sum skal royna at svara hesum spurningum. Ein teirra, sum svarar er Jákup Reinert Hansen, Ph.d og lektor við Fróðskaparsetri Føroya. Ein lesari hevur skrivað hesir spurning. Tað sigur Shahin Gaini, sum er yvirlækni á Landssjúkrahúsinum, nú Sirið Stenberg, landsstýrskvinna í heilsu og innlendismálum, vil hava felags bíðilistar til serlæknaviðgerðir. Sirið Stenberg, landsstýrskvinna í heilsu og innlendismálum, segði við útvarpið í gjár, at hon væntar, at tilmælið um felags bíðilista til tey trý sjúkrahúsini verður eitt av teimum fyrstu, sum verða sett í verk vónandi fyrst í nýggja árinum, sigur hon. Hoyr alla samrøðuna við Shahin Gaini. 21 ára gamla Annika Christiansen og onglendingurin, Mark Sanders, búgva við Sjógv beint nú, men tey hava eina greiða ætlan um at fara aftur til Moldova, har tey hava verið við í hjálpararbeiði og missión. Men áðrenn tey fara skulu tey giftast. Annika hevur kortini ein dreym um einaferð í framtíðini at flyta aftur í heimbygdina. Eitt nýtt kirkjuhús er bygt við síðuna av gomlu Sjóvar kirkju, og har fara tey ymisku sosialu tiltøkini hjá kirkjuni fram. Saman við dekninum Hansu Petersen vitja vit kirkjuna og nýggja kirkjuhúsið. Niels Jacob Th. Nielsen eigur gamla handilin Sjóvarhøvda, ið er frá 1860. Har stendur alt sum tað stóð, tá handilin stongdi fyri nógvum árum síðani. Niels Jacob ætlar, at Sjóvarhøvdi í framtíðini skal verða eitt savn, so fólk kunnu vitja ein gamlan handil, sum eisini hevði reiðaravirki. Unga parið Ninna Katrin Johansen og Carsten Bang, sum vanliga búgva í Aalborg, eru komin til Sjóvar at búgva í eina tíð. Ninna Katrin sigur, at tað var ein avtala, tá tey komu saman, at um møguleikin beyðst, skuldu tey til Strendur at búgva í eina tíð. Hon hevur barnsburðarfarloyvi nú og tey spæla bæði hondbólt við StÍF. Selma Johansen og Pole J. Hansen eru bæði frá Sjógv, men tey hava búð longur úti á Strondum í nógv ár. Nú eru tey flutt aftur til Sjóvar og í barnaheimið hjá Selmu. Hetta eru tey fegin um. Fyrisitingin hjá Økistænastuni í Sandoyar Sýslu er so átaluverd, at Løgtingsins umboðsmaður vil hava at vita frá landsstýriskvinnuni í kommunumálum, hvørji stig kunnu takast. Men teirri niðurstøðuni er Gerhard Lognberg, formaður fyri økistænastuns í oynni, ikki heilt samdur við. Hann er so firtin um niðurstøðuna, at hann umhugsar at stevna Løgtingsins umboðsmanni. Í hesari sending fara vit at hoyra millum annað frá Poul Jakku Lundsbjerg og Hóraldi Joensen, Ebba Jularbo og Rolf Dahlstrøm og fleiri øðrum. Lagt til rættis Hanna og Terji Jakobsen. Í hesi sending hoyra vit millum annað Misa Criolla eftir argentinska tónaskaldið Ariel Ramirez. Lagt til rættis Petur Hentze Niclasen. Løgreglan hevur fyri einum góðum tíma síðani handtikið ein mann frá Slagelse í sambandi við mongu bumbuhóttanirnar, sum hava órógvað floghavnir, sølumiðstøðir, skúlar og sjúkrahús í Danmark í dag. Maðurin er undir illgruna fyri at hava sent mongu hóttanirnar. Hann er kenningur hjá politinum, og hann varð handtikin uttan stórvegis hóvasták, skrivar TV2. Summastaðni valdi løgreglan at ruddað hóttu økini fyri fólk, men aðrastaðni, so sum í Fields og í Kastrup floghavn, tók løgreglan ikki hóttanirnar í álvara, so har var eingin evakuering. Livar Nysted hevur altíð onkra verkætlan koyrandi annaðhvørt sum rógvari ella listamálari. Størsti dreymurin er tó at rógva einsamallur um eitt hav. Í árligu tuberklafrágreiðing síni skrivar heimsheilsustovnurin hjá ST, WHO, at øll limalondini í 2014 bundu seg til málið um at minka tuberklatilburðirnar við 80 prosentum, og at minka deyðstilburðirnar av tuberklum við 90 prosentum fyri 2030. Men gongdin vísir, at størri átøk og íløgur mugu til, um hesi mál skulu røkkast, sigur Margareth Chan frá WHO. Umfatandi átøk mugu gerast, annars fara lond framhaldandi at lúta fyri hesi farssóttini, og vit fara ikki at røkka settu málunum, sigur Margareth Chan frá WHO. Í 2015 vóru umleið 10,4 milliónir nýggir tilburðir av tuberklum í heiminum. 60 prosent av nýggju tilburðunum vórðu staðfest í seks londum Í India, Indonesia, Kina, Nigeria, Pakistan og Suðurafrika. Mett verður, at 1,8 milliónir fólk doyðu av tuberklum í 2015. Hóast 22 prosent færri doyðu av tuberklum í fjør enn í 2000, so eru tuberklar enn á listanum yvir 10 tær deyðiligastu sjúkurnar í heiminum, tí fleiri doyggja av tuberklum enn av malaria og HIV til samans, sigur WHO. Strandafaraskipið Smyril slapp ikki at bryggju í Havn á middegi í dag sum ætlað. Smyril skuldi leggja at klokkan 13, men slapp ikki inn fyri farmaskipum, sum ikki vóru liðug at lossa. Útvarpið tosaði við Niels Harald Michelsen, skipara á Smyrli, tá skipið lá úti á reduni seinnapartin. Vit gera einki ólógligt, sigur Regin Borðoy, bóndi, eftir at løgreglan var eftir honum leygardagin, tí ein borgari hevði meldað hann fyri ólógliga taðing. Í einum boðum til øll valevnini á javnaðarlistanum á Tvøroyri, Kringvarpið hevur sæð, hóttir Kristin Michelsen við at taka seg av listanum hjá flokkinum, sum hann umboðar bæði í býráðnum og í Løgtinginum, um øll á listanum ikki vilja binda seg til at velja fyrstvalda á listanum til borgarstjóra. Eg havi sum so ongar viðmerkingar til sjálvt málið. Tað er nakað, sum bara er eitt uppskot enn, sigur varaborgarstjórin á Tvøroyri við sjónvarpið. Útsøgnin kemur í kjalarvørrinum á ósemjuni á javnaðarlistanum á Tvøroyri, har Kristin Michelsen, borgarstjóri, hevur hótt við at taka eg av listanum hjá flokkinum. Tað ger Kristin Michelsen um fyrstvalda umboðið hjá Javnaðarflokkinum á Tvøroyri ikki sjálvskrivað er í uppskoti til borgarstjórasessin, skilur útvarpið sambært keldum. Børnini ansa munandi betur eftir tonnunum í dag, enn tey gjørdu fyri 25 árum síðani. Tað vísir ein frágreiðing, sum Heilusmálaráðið hevur umbiðið. Ull er ikki longur Føroya gull , men skinn er in , so tað er ikki heilt av leið. Jógvan Nordendal frá Oikos greiðir frá søguni hjá virkinum og teirra arbeiði við føroyskum seyðaskinni. Síðani rutan varð kunngjørd fyri einari viku síðani, hevur SAS selt fleiri enn 100 ferðaseðlar um dagin, skrivar heimasíðan, check in.dk Tað eru ikki bara føroyingar, sum hava víst rutuni áhuga, sigur hon. Ferðaseðlar eru eisini keyptir fleiri staðni í Avstralia, og tað vísir, at Føroyar eru áhugaverdar sum ferðamál, sigur Mariam Skovfoged. Donsku stjórnini dámar einki, at landsstýrið ætlar at stovna eitt váðaráð. Lógaruppskotið um føroyskt váðaráð tykist ikki vera í samsvari við myndugleikabýtið millum Danmark og Føroyar. Tað sigur Troels Lund Poulsen, vinnumálaráðharri, í svari til Sjúrð Skaale, fólkatingsmann. Ráðharrin sigur, at samskifti er millum Danmark og Føroyar um hetta. Hann spurdi, um tað er í lagi, at landsstýrisfólkið í fíggjarmálum einki fær at vita frá danska Fíggjareftirlitinum um støðuna í føroysku peningastovnunum, fyrr enn teir eru komnir í fíggjarligar trupulleikar. Kortini kann Fíggjareftirlitið lata landsstýrisfólkinum í fíggjarmálum trúnaðarupplýsingar at brúka til kreppustýring, sigur danski ráðharrin. Rigmor Dam, landsstýriskvinna, skeyt upprunaliga upp fyri tinginum, at Glasir skuldi hitast við jarðhita. Tað varð mett at kosta 13,4 milliónir krónur. Tá uppskotið hevði fingið fyrstu viðgerð í tinginum og var farið í Fíggjarnevndina, kom fram, at Fjarhitafelagið eisini segði seg kunna veita eina umhvørvisliga orkuloysn. Samgonguumboðini í Fíggjarnevndini, Ruth Vang, Helena Dam á Neystabø, Kristin Michelsen og Pauli Trond Petersen, taka undir við broytingini. Tey mæla til, at upphæddin í verklagslógini verður 523 milliónir krónur, ella 5,4 milliónir minni enn í upprunaliga uppskotinum. Atkvøtt verður um hesa broytingina í tinginum í dag, tá málið kemur til aðru viðgerð. Andstøðuumboðini í Fíggjarnevndini, Bárður Nielsen, Jacob Vestergaard og Bill Justinussen, taka ikki undir við uppskotinum og mæla tinginum frá at samtykkja tað. Eingin av pørtunum, sum varð settur at gera eina felags hitaloysn, so Glasir verður hitaður við bæði jarðhita og fjarhita, tekur undir við hesi loysnini. Teimum varð álagt at finna eina semju. Tað gjørdu partarnar, men teir taka ikki undir við semjuni, siga andstøðuumboðini í Fíggjarnevndini. Danska Almanna og innanríkismálaráðið vil av lógartøkniligum ávum ikki seta lógarbroytingina, ið loyvir samkyndum at gifta seg borgaraliga, í gildi. Málið er viðgjørt í Løgtinginum í fimm mánaðir, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, í brævi til Karen Ellemann, ráðharra, tann 14. september. Ríkisumboðsmaðurin hevur kunnað donsku stjórnina um viðgerðina so hvørt. Tí átti ivin hjá embætisfólkunum í Almanna og innanríkismálaráðnum at verið fráboðaður fyrr. Nú er ov seint at broyta ríkislógartilmælið. Málið er avgreitt og avgjørt í Føroyum. Politiska støðan hjá landsstýrinum er, at tað fer ikki aftur í Løgtingið við málinum, sigur Sirið Stenberg. Løgmaður staðfesti tann 9. mai ríkislógartilmælið, og Ríkisumboðið fekk tað 11. mai. Danska Almanna og innanríkismálaráðið hevur ikki svarað enn. Nevndin í Suðuroyar norðara Javnaðarfelag hevur biðið Kristin Michelsen, borgarstjóra á Tvøroyri, um at svara, um hann er á listanum hjá Javnaðarflokkinum ella ikki. Kristin Michelsen hevur hótt við at taka seg av javnaðarlistanum til kommunuvalið, um hini á listanum ikki skriva undir, at fyrstvaldi á listanum skal vera borgarstjóraevni hjá flokkinum. Eisini hevur Kristin Michelsen havt samskifti við borgaralistan á Tvøroyri, um at koma á tann listan, men á fundi í gjárkvøldið kom Kristin Michelsen ikki á borgaralistan. Signar Dam, formaður í lokalfelagnum hjá Javnaðarflokkinum á Tvøroyri, sigur í morgun, at hann hevur sent Kristini Michelsen fyrispurning, um hann framvegis er á listanum, men Kristin Michelsen ikki hevur svarað. Spurdur um Kristin Michelsen verður koyrdur av Javnaðarlistanum, sigur Signar Dam, at tað fær hann ikki svarað í løtuni, men at talan er um eitt álvarsligt mál. Kristin Michelsen fekk 239 atkvøður á kommunuvalinum í 2012, og á løgtingsvalinum í fjør fekk hann 302 atkvøður, og varð valdur í Løgtingið. Báðar hesar kvinnur hava ein stóran leiklut í at fáa fólk at røra seg meira. Hetta sæst millum annað aftur í stóru undirtøkuni millum kvinnur úr øllum landinum, sum koma saman til árligu kvinnurenningina, har Bragdið samskipar renningina, gangi maraton og fólkaheilsurenning. Umframt at skipa fyri rørslutiltøkum í Havnini, so hevur Bragdið eisini stuðlað undir fólkaheilsutiltøkum kring landið í samstarvi við Fólkaheilsuráðið, til frama fyri fólkaheilsuna. Her hava Ann og Sunniva havt týðandi leiklutir. Arbeitt hevur verið og verður miðvíst árið runt við skipaðum rørslutiltøkum, eisini uttan at talan er um beinleiðis kapping. Fyri ein stóran part er talan um eina kveikingarrørslu til at fáa flest møgulig at røra seg meira. Hetta hevði ikki borið til uttan eldsálir sum Ann og Sunnivu. Ann og Sunniva hava eisini í fleiri ár skipað fyri rennivenjing fyri kvinnur í øllum aldri, støddum og venjingarstøðu, hvønn hósdag og leygarmorgun í øllum veðrið. Tey, sum hava innstillað Ann og Sunnivu til at fáa Fólkaheilsuvirðislønina 2016, rósa teimum fyri teirra jaliga lyndi, áræði, áhaldni og fyri at verða góðar í ráðum, tá talan er um rennivenjing. 3. oktober var eplafestivalur í Sandoynni, har høvi var at keypa sær epli, men eisini at fara við børnunum í veltuna sjálvi at taka upp, at smakka eplarættir og luttaka í kappingum, at fara á matmarknað og yvirhøvur at hátíðarhalda heystið og góða matin, oyggin gevur. Tað eru vakstrarætlanin Sandoy og Sandoyar kunningarstova, ið skipa fyri eplafestivalinum, og øll, sum hava áhuga at selja á matmarknaðinum, kundu venda sær til fyrireikararnar. Stóru politisku málini á skránni til samráðingarnar um makrel hesaferð eru at áseta mest loyvdu veiðu fyri 2017 eftir at ICES kom við sínum tilmæli herfyri og at royna at víðka makrelsemjuna frá 2014 til aðrar partar. ICES kom herfyri við sínum tilmælum í royndini at royna at gera nýggjar semjur um býtið millum strandarlondini av ávikavist svartkjafti og norðhavssild. Eyðfinn Magnussen, lívfrøðingur, hevur í vár havt fýra myndatól standandi í einum haga í Kollafirði, fyri at finna útav nær haran skiftur til summarlit. Nú haran fer a skfta til vetrarlit aftur, vil Eyðfinn Magnussen fegin finna okkurt plássið í norðoyggjum, at seta upp fleiri myndatól, so eisini ber til at avmynda tá haran skiftur til vetrarlit. Einasti máti at sleppa undan at missa nummarplátuna er, um eigarin kann vísa kvittan fyri, at skatturin er goldin. Annars tekur løgreglan plátuna av akfarinum. Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, hevur hildið aftur upplýsingum fyri tinginum, tí hon hevur hvørki kunnað um ella sent eitt bræv frá danska ráðharranum í vinnu og vakstrarmálum, Troels Lund Poulsen, við týðandi upplýsingum til Fíggjarnevndina. Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum og limur í Fíggjarnevndini. Hann fer at seta Kristinu Háfoss ein munnligan fyrispurning í tinginum mikudagin. Tá málið um at endurstovna landsbankan og at stovna eitt váðaráð var til viðgerðar í Fíggjarnevndini, bað minnilutin í nevndini um eina útgreining av møguligum viðmerkingum frá danska myndugleikanum á økinum, sigur Bárður á Steig Nielsen í viðmerkingum til spurningin. Nú er komið undan kavi, at danski myndugleikin hevur sent landsstýrinum eitt skriv tann 23. september, har sagt verður, at samsvar er ikki í ábyrgdarbýtinum millum Føroyar og Danmark á fíggjarøkinum. Ábyrgdarbýtið hevur avgerandi týdning fyri fíggjargeiran, samansparingina hjá hvørjum einstøkum føroyingi og alt samfelagið, sigur formaðurin í Sambandsflokkinum. Brævið er ikki sent Fíggjarnevndini fyrr enn 14. oktober, eftir at sóknast varð eftir skrivinum. Tað merkir, at týðandi upplýsingar eru fjaldar fyri Løgtinginum, sigur Bárður á Steig Nielsen. Álitið í málinum er lagt fyri tingið 29. september, ella umleið eina viku eftir, at landsstýrið hevur fingið brævið frá danska myndugleikanum á økinum, sigur Bárður á Steig Nielsen. Hann spyr Kristinu Háfoss, nær hon hevur fingið brævið frá Troels Lund Poulsen, og um landsstýriskvinnan hevur heitt á samgongulimirnar um at fáa álitið í málinum um landsbankan og eitt váðaráð lagt fram, uttan at hava kunnað Fíggjarnevndina um hetta brævið. Tað hevur heldur ikki eydnast at fáa samband við hann fyri at vita, um hann tekur av. Bob Dylan hevur ei heldur sagt nakað alment um virðislønina. Bob Dylan, sum er 75 ára gamal, hevur konsertir so at siga hvørt kvøld víða um í USA, so hann hevur úr gera líka til síðst í november. Hann gevur eisini út í næstum bókina Sangtekstir 1961 til 2011. Nobelvirðislønin, sum er góðar seks milliónir krónur, verður handað 10. desember. Kristina Háfoss hevur hildið upplýsingar, í málinum um at endurstovna Landsbankan og seta á stovn eitt váðaráð, aftur, sigur Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum. Men tí kritikkinum er Kristina Háfoss ikki samd í. Myndugleikarnir vórðu kunnaðir, og upplýsingar hava ikki verið afturhildnir, sigur hon í samrøðu við útvarpið. Hoyr alla samrøðuna her. Tveir 17 ára gamlir dreingir, ið eru ættaðir úr Sýria, vórðu mánadagin funnir umborð á trolaranum, Acadian Gale, tá skipið fór úr Nuuk til Kanada. Skipið hevði tá siglt í tveir dagar. Teir báðir dreingirnir ætlaðu at flýggja til Kanada, tá maningin fann teir, skrivar grønlendska kringvarpið, KNR . Acadian Gale vendi aftur til Nuuk, har løgreglan nú hevur yvirtikið málið. Hetta er fyrstu ferð, at reiðaríið hevur funnið flóttafólk umborð á skipum hjá sær. Grønlendska løgreglan kannar í løtuni, hvussu teir báðir dreingirnir eru komnir umborð á skipið og hvaðan teir eru komnir áðrenn teir komu umborð. Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, vil hava at vita frá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, um hon ætlar at lata Bústaðir taka lán, sum hann sigur fara at skuldarbinda landskassan. Tá munnligir fyrispurningar verða í tinginum í morgin, fer Jørgen Niclasen at spyrja, um landsstýriskvinnan í fíggjarmálum fer at biðja Bústaðir um at selja verandi sethúsalán, ella at selja burtur av sínum bygningum til tess at tryggja gjaldførið. Jørgen Niclasen sigur, at hóast Bústaðir hava møguleikan at byggja saman við øðrum, hava tey bara brúkt møguleikan at byggja og keypa sjálvi. Nú er pengakassin skjótt tómur, og Bústaðir vilja sleppa at læna. Hann sigur, at vantar likviditetur, ber til at selja burtur av verandi bústøðum og byggja nýtt fyri peningin. Eisini hava Bústaðir 100 200 milliónir krónur í vanligum bústaðarlánum. Hesi lán kunnu seljast og harvið útvega gjaldføri, sigur Jørgen Niclasen. Jørgen Niclasen sigur eisini, at sosialir bústaðir eiga at verða fíggjaðir á fíggjarlógini og ikki úr einum uttanhýsis grunni, sum hann sigur landskassin hongur uppá. Børnini á Barnaheiminum skulu hava fleiri upplivingar og fleiri starvsfólk. Tað sigur Hildur Hermansen, sum er eindarleiðari á barnaheiminum, sum nú hevur fingið 2,4 milliónir krónur aftur at næsta ár. Borgarstjórin á Tvøroyri síðani 2002, javnaðarmaðurin Kristin Michelsen stendur ikki á vallistanum hjá Javnaðarflokkinum til kommunuvalið. Signar Dam, formaður í Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag sigur við Kringvarpið, at Kristin Michelsen hevur givið nevndini orsøk til at ivast í, um hann er á listanum ella ikki, millum annað tí hann vildi hava semju ella avtalu um, at tann, ið fekk flestar atkvøður, skuldi vera borgarstjóraevnið hjá flokkinum, og tí Kristin Michelsen, sambært Signari Dam, hevur roynt at sloppið á annan lista. Hetta er borgaralistin, sum hevði uppstillingarfvrund í gjárskvøldið. Klokkan 19 sendi Kristin Michelsen tíðindaskriv úr, har hann veitur vissu fyri, at hann hóast stríð við Javnaðarflokkin á Tvøroyri stuðlar bæði flokkinum og samgonguni. Kristin Michelsen situr jú at tingi eisini, og tí kundi hann sett lívið hjá smølu samgonguni í vága, um hann ikki longur var limur í flokkinum. Stutta tíðindaskrivið er soljóðandi Undirritaði, sum í dag er koyrdur av listanum hjá Javnaðarflokkinum av formanninum Signari Dam, uttan at hava havt nakran limafund, skal hervið boða frá, at eg ongar ætlanir havi um at svíkja mínar trúføstu javnaðarveljarar, ið vístu mær álit til løgtingsvalið, og eg eri tí framvegis limur í Javnaðarflokkinum og stuðul hjá sitandi løgmanni og samgongu Við hesi loysn at hita gólvið við jarðhita og radiatorar og vatn við fjarhita fært tú tað besta burtur úr báðum hitakeldunum, heldur rektarin á Glasi. Tað segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, við útvarpið týskvøldið, tá tað gjørdist greitt, at borgarstjórin á Tvøroyri var strikaður á javnaðarlistanum, og hevði gjørt sín egna kommunulista til valið 8. november. Tá freistin var farin at lata vallistar inn í gjárkvøldið klokkan seks, vóru tríggir listar komnir inn á Tvøroyri. Javnaðarlistin, uttan Kristin Michelsen, hevur sjey valevni, Borgaralistin hevur seks, og so nýggi Kommunulistin, har Kristin Michelsen, borgarstjóri, stillar upp saman við seks øðrum valevnum. Tann loysnin fer at kosta átta milliónir krónur og ikki 13,4 milliónir, sum Rigmor Dam, landsstýriskvinna, bað tingið um at játta til jarðhita. 80 prosent av Glasi verða hitað við jarðhita og 20 prosent við fjarhita. Bogi Bech Jensen, rektari, er fegin um hesa orkuloysnina. Men eg havi ongan áhuga at fara upp í kommunalpolitikk á hesum sinni, skrivar Barbara Debes Julsgart á Facebook. Aðrar viðmerkingar hevur hon ikki. Spurningurin er so, um Kristin Michelsen, eftir at hann varð koyrdur av javnaðarlistanum, hevur havt so stóran skund at stovna ein nýggjan lista til kommunuvalið, at hann hevur ikki havt stundir at spyrja fólk, um tey eru hugað at stilla upp. Eftir eitt upplop, sum Hagstovan nevnir tað, eru lønirnar í fiskivinnuni aftur farnar at minka. Upplopið í bólkinum fiski og alivinna byrjaði á heysti í fjør og vardi til í vár. Seinastu sjey mánaðirnar hevur fiski og alivinnan havt afturgongd. Líkt er til, at fiskivinnan fer at leggja seg á sama stað sum fyri upplopið, sigur Hagstovan. Higartil í ár eru goldnar 1,25 milliardir krónur í lønum og hýrum í fiskivinnuni og alivinnuni, 102 milliónir meira enn í fjør vísa tøl hjá Hagstovuni. Elsti føroyski rokksangurin fyllir 40 í ár. Tað var á vári í 1976, at singleplátan hjá Kræklingum við sanginum Svarti ravnur sum B síða kom út. Hetta var brúsandi rokkur, sum eingin hevði hoyrt á føroyskum fyrr. Sangurin er skrivaður sum vísusangur, men endaði sum harður rokkur. Martin Joensen eigur orð og lag, og Kræklingar spæla og syngja. Sangurin er vorðin rættur klassikari í føroyskum rútmiskum tónleiki. Onnur hava eisini innspælt sangin, men tað er okkurt heilt serstakt og egið við upprunaútgávuni. Í sendingini greiða sangskrivari, limir í Kræklingum og onnur frá Svarta Ravni. Ein uttanflokkalisti er við einum valevni, og hinir listarnir eru Fólkaflokkurin, Framsókn, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Sambandsflokkurin. Til samans eru 73 valevni at velja ímillum í Havn til kommunuvalið. Hetta er munandi færri, enn á seinasta kommunuvali, tá 87 valevnu stillaðu upp. Borgarstjóri í Hvannasundi hetta valskeiðið, Katrin Næs, stillar ikki uppaftur. Tí skal Hvannasunds Kommuna hava nýggjan borgarstjóra. Býráðið samtykti at taka undir við dispositiónsuppskotinum frá MAP arkitektum, sum byggir á byggiskránna, ið varð samtykt 26. mai. Skúlin skal vera meira enn ein vanligur skúli. Hann skal vera opin frá tíðliga á morgni, til seint á kvøldi. Skúlin skal eisini vera mentanardepil og fer at hýsa musikkskúla, kvøldskúla og bókasavni. Sambært uppskotinum verður gólvvíddin í skúlanum til samans 3.350 fermetrar umframt 220 fermetrar í verandi skúla, sum verður umbygdur. Spælt verður hóskvøldið í Bylgjuni í Runavík, fríggjakvøldið í fimleikahøllini í Miðvági og endað verður á Hotel Føroyum í Havn leygarkvøldið. Er tú stílistur, designari, skraddari, fotografur, filmsfólk, frisørur ella make up artistur og heldur teg sita við einum góðum hugskoti, so hevur tú møguleikan at fremja hetta í verki vikuskiftið 28. til 30. oktober, tá skipað verður fyri Style Jam. Lógin um sjúkratrygd hevur sama endamál sum dagpeningalógin. Hon er bara galdandi fyri mynstraðar fiskimenn í minstulønarskipanini. Trygdargrunnurin umsitur sjúkratrygdina. Fiskimenn verða sambært uppskotinum ikki verri fyri, hóast lógin um sjúkratrygd verður strikað. Játtanin í fíggjarlógini til sjúkratrygd hjá fiskimonnum, sum er 4,6 milliónir, dettur burtur. Men játtanin til dagpeningaskipanina má síðani hækka 4,6 milliónir krónur. Landskassin fær væntandi 1,1 millión í meirinntøku, tá lógarbroytingarnar eru framdar. Reiðaríini skulu endurrinda Almannaverkinum fyri fyrsta og annan fráverudag hjá fiskimonnum. Fíggjarnevndin, sum ikki enn er farin undir at viðgera uppskotið um fíggjarlógina fyri 2017, hevur longu fingið nakrar umsóknir frá stovnum og feløgum, sum vilja hava pengar í fíggjarlógini. Felagið fyri lesi og skriviveik heitir á Fíggjarnevndina um ikki at lækka játtanina hjá felagnum úr 1,6 niður í 1,4 milliónir krónur, men heldur hækka hana. Frælsi hevur keypt bygning á Eiði til heimið. Heimið kostar 4,5 milliónir krónur um árið at reka. Frælsi vónaði og væntaði at fáa helvtina av teimum 4,5 milliónunum frá landinum til raksturin. Og áhugabólkurin og sjálvsognarstovnin Ítróttareftirskúlin í Suðuroy undir stovnan søkir um góða millión í stuðli til raksturin næsta ár. Miðlar eru skjótir at skriva ógvusligar yvirskriftir hvørjaferð okkurt bendir á, at heimsfriðurin verður hóttur. Syndabukkurin er aloftast Vladimir Putin, forseti í Russlandi. Men hvussu er trygdarstøðan í heiminum í dag, og hvørjar eru hóttanirnar. Regin Berg, samfelagsfrøðingur, vitjar morgunsendingina, og umrøður evnið. Hetta er vanlig tænasta hjá einum flogvølli, sum vil hava fleiri kundar, sigur stjórin í Vága floghavn, Jákup Sverri Kass. Pengarnir koma aftur, tá flúgvingin byrjar, sigur stjórin í Vága floghavn við útvarpið. Bara fáar tímar áðrenn freistina, at lata valevnislistar inn klokkan 18 týskvøldið, kom fram, at Kristin Michelsen varð koyrdur av javnaðarlistanum. Tí var skotbráið stutt, at fáa stillararar til ein nýggjan lista. Tað var stutta svarið, tá Kringvarpið ringdi til Kristin Michelsen, borgarstjóra á Tvøroyri, seinnapartin týsdagin. Síðani legði hann hornið á. Kristin Michelsen hevur havt skund í gjár, tí okkurt bendir á, at hann í síðstu løtu fekk ein lista saman. Eitt valevni sigur við Kringvarpið, at viðkomandi varð spurdur í gjár og játtaði at vera á listanum. Men tað eru ikki øll sjey valevni, ið vilja verða á listanum. Eitt av valevnunum, Barbara Debes Julsgart, skrivar á Facebook, at hon er sett á listan, tí tað ber ikki til at nokta, at stilla upp. Aðrar viðmerkingar hevur hon ikki. Eitt annað valevni, útvarpið hevur tosað við, vil ikki siga, um hann játtaði ella noktaði at koma á listan. Kristin Michelsen hevur annars umboðað Javnaðarflokkin seinastu seturnar í býráðnum, men stór útskifting er á listanum hjá Javnaðarflokkinum til hetta kommunuvalið. Umframt at borgarstjórin ikki er á Javnaðarlistanum, so stilla Malla Dam, Jens Johannesen og Marit Poulsdóttir ikki uppaftur. Javnaðarflokkurin hevur einsamallur havt meirlutan í Tvøroyrar býráð hetta valskeiðið. Tað eydnaðist ikki útvarpinum at fáa eina viðerking frá Kristini Michelsen, borgarstjóra á Tvøroyri, til tíðindasendingina á døgurða. Blákrossheimið á Nesi er til reiðar at veita karmarnar til ung við rúsevnistrupulleikum, um landið kann fíggja raksturin. Men tað fer landið ikki at gera í komandi ári, sigur landsstýriskvinnan, ið vónar, at eitt nýtt heim kann verða klárt um fá ár. Tá freistin, at lata listar inn í gjár var úti, vóru fimm listar komnir inn. Teir eru Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin, Nýggja Sjálvstýri og Tjóðveldi. Prísurin á bensini er nú hækkaður úr 9,01 upp í 9,13 fyri hvønn litur, vísa yvirlit hjá Effo og Magn. Prísurin á diesel er hækkaður úr 7,01 upp í 7,14 fyri liturin. Eisini bátadiesel er dýrkað, úr 7,35 upp í 7,48 fyri ein litur hjá øðrum oljufelagnum og 7,53 krónur liturin hjá hinum oljufelagnum. Fólkini fáa nú eina eftirlønaruppgerð fyri 2015, og seinni fáa tey eisini eina rokning sendandi frá stovninum, sigur TAKS á heimasíðuni . Talan kann eitt nú vera um inntøku úr útlandi, av egnum virki ella frá húsaleigu. Í 2015 skuldu tvey prosent av allari inntøku gjaldast í eftirløn. TAKS heldur so einum parti av peninginum aftur í eftirlønarskatti og flytur restina víðari á eftirlønarkontuna hjá borgaranum sambært TAKS. Tað eru seks ár síðani at Fargen á fyrsta sinni søkti um loyvi at genomlesa allar føroyingar. Tvey ár seinni fingu fólkini handan verkætlanina svar, og svarið var nei. Ætlanin við Fargen er í fyrstu atløgu at genomlesa 1.500 føroyingar, og at gera eitt tilvísingargenom tað vil siga, hvussu ein gjøgnumsnitsføroyinur sær út genetiskt. Men ikki øll halda, at hetta er eitt gott hugskot. Svein Ole Mikalsen, sum undirvísir í mýliskari lívfrøði á Fróðskaparsetrinum, heldur, at Fargen selir gull og grønar skógir, men at veruleikin er ein annar. Tað skal gerast vakrari, tí royndarkoyrir SEV eina verkætlan, har ljós verða sett á tríggjar av vindmyllunum í Húsahaga. Vit skifta orð við Eyðun Eliasen, arkitekt, um verkætlanina. Við sínum myndum broytti havnamaðurin Dániel Jacob Danielsen Dollin, søguna í Kongo. Óli Jacobsen, sum hevur skrivað bók um Dollan, vitjar á Mentanarcaf ini. Hósdagin andaðist kendi italienski marglistarmaðurin Dario Fo, 90 ára gamal. Og saman við Eyðuni Johannessen og Ega Dam minnast og lýsa vit Dario Fo, hvørs leikir eisini eru nógv spældir í Føroyum. Týsdagin 18. oktober rundaði Chuck Berry tey níti. Og saman við Robert McBirnie, Niclasi Johannesen, Benjamin Petersen, Jóhann Mortensen og einum forsterkara, lýsa vit rock n roll legenduna. Tað er ikki vist, at eg fari at góðtaka úrslitið á valinum, segði Donald Trump sjálvur í beinleiðis sjónvarpaða kjakinum millum forsetavalevnini bæði, sum var í nátt okkara tíð. Greinin heldur fram niðanfyri. Hóast varaforsetavalevnið hjá Trump, Mike Pence, fyri stuttum hevur sagt, at hann fer at góðtaka valúrslitið, sigur Trump, at alt er riggað til frammanundan, fyri at tryggja, at valevnið hjá Demokratunum, Hillary Clinton, vinnur. Hillary Clinton nýtti høvið at leggja eftir Donald Trump. Hon segði, hvørja fer okkurt ikki gongur, sum Trump hevði ætlað, skýrir hann tað fyri svikaráð. Tað verður kvotan sambært býtislyklinum, sum Føroyar, ES og Noreg samdust um á grækarismessu í 2014. Londini samdust í gjár um fiskiskapin í 2017. Tað eydnaðist heldur ikki hesa ferð at fáa Ísland ella onnur lond við í semjuna. Øll londini eru tó samd um, at heildarkvotan av makreli næsta ár verður ein millión og 21.000 tons. Á samráðingarfundinum í Írlandi boðaði Grønland hinum strandarlondunum frá, at Grønland nú er strandarland viðvíkjandi makreli. ES hevur formansskapin í makrelsamráðingunum í ár. Løgtingið hevur samtykt, at samkynd kunnu gifta seg. Tí skal tann spurningurin ikki aftur í tingið. Men tingið sleppur kortini at viðgera samkynda hjúnabandið eina ferð afturat. Tí lógarbroytingin kemur ikki í gildi, fyrr enn ein onnur paragraff í hjúnabandslógini er broytt ella strikað. Tann lógargreinin er um signing í fólkakirkjuni. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í innlendismálum, stóð fyri skotum í Løgtinginum í gjár, tí hon ætlar ikki í tingið við broytingunum, danska Almanna og innanríkismálaráðið gjørdi í tí, sum Løgtingið samtykti í vár. Grein 14, annað stykki, í hjúnabandslógini, sigur, at tey, sum eru borgaraliga vígd, kunnu fáa prest í fólkakirkjuni at vælsigna hjúnabandið. Men semja er ikki í Føroyum um, hvør eigur lógarbroytingina, føroyingar ella danir. Tað sæst í frásøgn frá fundi 2. september í Heilsu og innlendismálaráðnum. Danir og Løgmansskrivstovan siga, at málsøkið er yvirtikið, tí fólkakirkjan er yvirtikin. Mentamálaráðið, sum umsitur fólkakirkjuna, sigur, at hjúnabandslógin er danskt málsøki. Føroya rættur hevur sett av tvær vikur, tíggju rættardagar, til sakarmálið móti kommunulæknanum, sum er ákærdur fyri 11 lógarbrot móti tíggju kvinnum. Lógarbrotini skulu, sambært ákæruritinum, vera hend frá 2010 til 2014. Vika fýra, sum byrjar 23. januar, og vika fimm næsta ár eru settar av til viðgerðina í Føroya rætti. Kommunulæknin er millum annað ákærdur fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á kvinnurnar, sum meldaðu hann, meðan tær vóru til kanningar hjá honum. Hann noktar seg sekan. Fundurin í dag er hin fyrsti í eini røð av politiskum tingingum og skal um gongst eftir vild endað við breiðari semju um, hvussu fiskivinnan á sjógvi skal endurskipast. Eitt lógaruppskot um vinnuligan fiskiskap, skal leggjast fram í hesi tingsetuni, hava bæði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, og Aksel V. Johannesen, løgmaður, sagt. Í samfull 43 ár hevur Jógvan Bærentsen givið blóð. Tilsamans hevur hann latið umleið 50 litrar av blóði. Tá hann kom at lata blóð fyri 100. ferð var reyður løbari rullaður út eftir gólvinum. Eisini var borðreitt við kaffi, smákøkum og karamellum. Aftaná Jógvan varð liðugur at geva blóð fekk hann flotta gávu. 3.500 fólk fara at fáa rokning frá TAKS, tí tey hava goldið ov lítið í eftirløn. Hetta eru munandi fleiri, enn í fjør. Tey 3.500 fólkini skulu til samans gjalda umleið 14 milliónir krónur, tí tey rindaðu ov lítið í eftirløn í 2015. Hoyr samrøðuna við Eyðun Mørkøre, stjóra hjá TAKS. Tað verða fleiri yrkislærd fólk, so sum sjúkrasystur og psykologur, sum verða knýtt at stovninum, og ungu fólkini, sum koma í viðgerð, verða ikki slept útaftur, fyrr enn tey duga at liva uttan rúsevni Ein borgari heitti 29. mai 2015 á Tórshavnar kommunu um at rinda sær fyri tær eykaútreiðslur, hann hevði havt í sambandi við, at hann keypti grundøki frá kommununi. Kommunan segði umboðsmanninum, at av misgáum hevði eingin málsviðgerð verið av málinum. Borgarin fekk sostatt ikki svar frá Tórshavnar kommunu fyrr enn umboðsmaðurin kom inn í málið. Tað var íslendingurin Jón Páll Sigmarson, sum tá var heimsins sterkasti maður, sum royndi at lyfta havið, men hetta eydnaðist honum ikki. Hann segði seg hava lítlan skaða í øðrum arminum. Eg haldi tað vera langt úti, at eitt alment partafelag fer út við upplýsingum, sum eru í trúnaði, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága floghavn, við Norðlýsið . Útsøgnin kemur eftir at tað mikudagin kom fram, at Vága floghavn rindaði ferðaseðlarnar hjá SAS, tá flogfelagið hevði tíðindafund í Føroyum í síðstu viku. Stjórin í Vága floghavn kennir seg sannførdan um, at tað er onkur hjá Atlantic Airways, ið hevur likið upplýsingarnar, skrivar Norðlýsið á heimasíðuni. Jákup Sverri Kass hevur nú sett seg í samband við Atlantic Airways. Í løtuni er ikki greitt, um tað fær avleiðingar, um starvsfólk hjá flogfelagnum hava brotið tagnarskylduna. Sjónvarpssending um sjúkuna Parkinson í Føroyum. Vit fylgja Elisi Poulsen og John Williami Joensen, ið báðir hava fingið staðfest Parkinson. Teir hava hvør sína avbjóðing við sjúkuni. Elis missir røddina, ið hevur stóran týdning fyri hann sum útvarpsmann, og sum stjóri, hevur John William trupult við at røkja sítt arbeiði til fulnar, tí sjúkan tekur meira og meira ræði á honum. Hvussu er tað at hava Parkinson Hvat er hetta fyri ein sjúka, og hví fáa so nógvir føroyingar Parkinson Tað eru nakrir av spurningunum, vit seta í sendingini. Tingmenninir Jenis av Rana, Edmund Joensen, Jacob Vestergaard og Kári P. Højgaard, ein úr hvørjum andstøðuflokki, biðja Løgtingið játta 1,6 milliónir krónur til saltsiloina. 7,6 milliónir krónur vanta í at gera saltsiloina lidna, verður sagt. A.P. Møller grunnurin og Tvøroyrar býráð hava játtað seks milliónir krónur Rigmor Dam, landsstýriskvinna, bað upprunaliga tingið um at hækka upphæddina á verklagslógini um Glasir við góðum 13 milliónum krónum til jarðhita. Sambært galdandi lóg kunnu borgarstjórar ella aðrir kommunustýrislimir, sum hava heimild at gifta fólk borgarliga, nokta fyri hesum, og henda rættin viðurkennir LGBT Føroyar. Men rørslan heldur, at vilja vit hava eitt rúmligt og fevnandi samfelag, har øll eru eins fyri lógini og hava sama rætt og skyldur, so eiga limir í LGBT hava møguleika at verða giftir í øllum føroyskum kommunum. Vit eru komin inn í heystið, og summarklæðini skulu skiftast út. Dýnujakkar, nýggir mátar at hava taskuna uppi á sær, hettutroyggjur, oversized trench coats, leysar buksur og dempaðir litir. Tað sær út til, at vit sleppa at vera bæði avslappað og modernað samstundis hendan veturin. Tað ljóðar ikki so galið, ha Puffuttir dýnujakkar Teir puffuttu dýnujakkarnir eru so stílfullir, at tú vildi ynskt, at tú longu var køld. Gabriella Hearst, Marc Jacobs, Stella McCartney, Sacai og Vivienne Westwood seta puffuttar dýnujakkar saman við fínum klæðum. Kann mann annað enn at dáma hesa spontanu samanblandingina Grátt oman yvir grátt Ein avslappandi litur, sum riggar til stórtsæð alt. Um tú brúkar grátt, kanst tú nú balla teg eitt sindur longri undir dýnuni um morgunin og sleppa undan at brúka tíð uppá at fáa klæðini at passa saman í farvum. Ja takk Vit síggja her, at Creatures of Comfort, Jason Wu, Arthur Arbesser, Sophie Theallet og Carolina Herrera eru samdar við okkum. Hettutroyggjur Hvussu kundi tað blivið betri Nú sleppur tú at ganga í eini stórari hettutroyggju og ikki vera rotin, men stílfull Er tað nakar annar, sum fer at liva í stórum hettutroyggjum í vetur Tað fara Vetements, Each x Other, Lacoste, Alexander Wang og Anthony Vaccarello sikkurt eisini. Løgnir mátar at halda taskuni Tað er ikki nokk við, at klæðini til veturin skulu vera avslappandi, nú skulu vit heldur ikki hugsa um at skula halda taskuni hjá okkum. Takk fyri Prada, C line, Proenza Schouler at tit eisini gera okkara lív eitt lítið sindur nemmari við nýggjum mátum at halda taskuni. Her í Føroyum gleðast vit eisini um tann nýggja heystmótan. Her kanst tú síggja eitt brot frá mótashowinum, sum var í SMS fríggjadagin 7. oktober. Lógarásetta skyldan at stilla upp til kommunuval var avtikin í Danmark í fjør. Í viðmerkingunum varð sagt, at lógin hevði ongan týdning í praksis. Í bókini hevur tað eisini eydnast honum at leggja afturat søguni um Nólsoyar Páll, millum annað hvat varð av skipið hansara, Royndini Fríðu. Leivur Frederiksen, ítróttarredaktørur í Kringvarpinum, er vísur í at bæði KÍ og Víkingur skulu arbeiða hart fyri sakini komandi leygardag tá tey á útivølli skulu dystast við ávikavist ÍF og AB. 1. januar næsta ár hækkar stuðulin hjá teimum, sum taka hægri útbúgving og styttri vinnuførleikagevandi útbúgving, 500 krónur um mánaðin. Barnastudningurin hækkar upp í 1.000 krónur um mánaðin, og einsamallir uppihaldarar fáa studning allar 12 mánaðirnar í árinum í útbúgvingartíðini. Men Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin í nevndini vístu á, at samgongan ætlar at brúka 18 milliónir krónur í trý ár at hækka lestrarstuðulin og at veita stuðul í 12 mánaðir. Jógvan á Lakjuni og Bjørn Kalsø skutu upp, at øll foreldur, ikki bara stakir uppihaldarar, skulu fáa studning alt árið í útbúgvingartíðini.Men hetta uppskotið fall. Bretski stjórnarleiðarin, Theresa May, hevur sagt við sínar starvsfelagar í ES, at hon væntar, at Bretland sleppur at vera við í øllum avgerðum, sum tiknar verða, til Brexit er avgreitt. BBC skrivar, at Theresa May roynir at varðveita ein bretskan sess við ES fundarborðið, tá avgerðir skulu takast, sum ávirka øll 28 limalondini. Serliga tá tað snýr seg um trygdarpolitikk. Theresa May segði í gjár, at tað hevur týdning, at ES hevur eina sterka og felags støðu til ágangin frá Russlandi , sum hon tekur til, millum annað andstyggiliga harðskapin í Sýria. Theresa May sigur sambært keldum hjá BBC, at ES má vera tilreiðar at taka stig fyri at broyta framferðina hjá Russlandi. Tilgongdin hjá Bretlandi at fara burtur úr ES er ikki byrjað enn Keldur siga, at Theresa May stríðist fyri at varðveita sessin hjá Bretlandi millum hini 27 limalondini. Men keldur hjá Downing Street siga við BBC, at bretski forsætisráðharrin ikki er stúrin um at Bretland skal verða útihýst . Donald Tusk, ES forseti segði við Theresu May í gjár, at alt hetta er úrslit av fólkaatkvøðuni um at fara úr ES, og at hini 27 londini í ES mugu halda á við tingingum sínámillum. Síðani 2012 hevur politiið, sum útflýggjar pass, kravt talgilt fingramerki, men løgregluni vantar heimild at krevja serligt gjald fyri at gera hetta. Gjaldið er 25 krónur, og broytingin í passlógini skal veita politinum heimildina at krevja gjaldið. Seinastu fýra árini hava í miðal 6.300 føroyingar fingið nýtt pass um árið, vísa hagtøl hjá løgregluni. Umframt serliga gjaldið fyri fingraprentið, so kostar eitt pass til vaksin 600 krónur, pensjónistar, sum eru fyltir 67 ár, rinda 350 krónur, og børn undir 18 ár rinda 115 krónur. Passlógin, sum er galdandi í Føroyum, hevur ikki verið dagførd í fleiri ár. Tað eru gjørdar seks lógarbroytingar í Danmark í tíðarskeiðnum 1999 til 2013, sum ikki eru settar í gildi fyri Føroyar. Løgmaður, sum hevur borið ríkislógartilmælið í tingið, sigur í viðmerkingunum, at passið er eitt týðandi skjal fyri at kunnu vátta sín samleika Tí eigur hendan lóggáva at verða dagførd regluliga, so at vit ikki koma í eina støðu, har tað kunnu verða settir spurningar við okkara pass. Ein broyting í passlógini er kortini ikki við í hesum uppskotinum. Hon snýr seg um at styrkja átøkini móti rekruttering til vápnað stríð uttanlands, serliga í Sýria og Irak. Tann lógarbroytingin kom í gildi í Danmark fyri at heimila politinum at nokta einum persóni at fáa pass ella at draga pass inn í ávísa tíð, um orsøk er at halda, at viðkomandi fer at verða við í virksemi uttanlands, sum kann vera til vanda fyri trygdina í Danmark. Eisini fekk politiið heimild at seta ferðabann, sum merkir, at ein persónur kann fáa forboð fyri at fara úr Danmark í ávíst tíðarskeið. Landsstýrið hevur hildið, at hendan lógarbroytingin ikki er viðkomandi at seta í gildi í Føroyum, av tí at vit ikki hava trupulleikar við radikaliseraðum ungdómum í Føroyum, stendur í viðmerkingunum. ES hevur toppfund í Brússel í hesum døgum, men í niðurstøðuni er beinleiðis hóttanin um nýggj tiltøk móti Russlandi strikað úr endaliga tekstinum. ES leiðararnir hava eisini viðgjørt virksemið hjá Russlandi, sum er vent móti Evropa. Millum annað nevna ES leiðararnir russisku brotini á loftrúmið hjá øðrum londum. Eisini russisku propagandaherferðirnar við skeivum upplýsingum, cyberálop og eisini at Russland beinleiðis blandar seg upp í politikk í ES og í øðrum londum. Jakob Wolf er doktari og professari í teologi. Hann hevur skrivað fleiri bøkur, millum annað Jobs t rer. Har viðger Jakob, at um Guð er góður og álmáttugur, hví er so tað ónda til Havnar Harmonikufelag varð stovnað fyri 10 árum síðani, 22. oktober 2006. Tað fagnar felagið fyrst við einum Lurtið Syngið við Dansikvøldi fríggjakvøldið fyri kl. 19.30. Á sjálvum føðingardegnum verður stórfingin fagnaðarkonsert, har tráðurin er at vísa fjølbroytni í harmonikuspæli i víðari merking. Skráin er tí merkt av nógvum og skiftandi innsløgum. Meirluti er í tinginum fyri uppskotinum hjá andstøðuni um at lata eykajáttan til SALT. Bjarni Hammer ætlar at taka undir við málinum hjá andstøðuni. Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin og varaborgarstjóri á Tvøroyri, ætlar, at atkvøða saman við andstøðuni um at lata Saltsiluni eykajáttan. Sostatt er ein floksfelagi hjá løgmanni orsøk til, at samgongan kemur í minniluta í málinum. Løgtingið skal játta 1,6 milliónir krónir til Saltsiluna á Drelnesi. Tað ætla fýra andstøðutingfólk, ið hava lagt uppskotið fram. Men Bjarni Hammer, tingmaður hjá Javnaðarflokkinum, og varaborgarstjóri á Tvøroyri, royndi herfyri sjálvur at fáa undirtøku í samgongu og andstøðu fyri einum uppskoti um eykajáttan til Saltsiluna. Bjarni Hammer fekk ikki undirtøku frá samgonguni. Tí gavst hann við royndini, tí hann vildi hava allar flokkar at taka undir við málinum. Men nú verður trupult hjá honum. Andstøðutingmennirnir Jenis av Rana, Edmund Joensen, Kári P. Højgaard og Jacob Vestergaard hava lagt uppskot fyri tingið, um at lata Saltsiluni á Drelnesi 1,6 milliónir krónur í eykajáttan. Tað er upphæddin, sum manglar í, nú Mærsk grunnurin og Tvøroyrar kommuna hava gjørt av, at stuðla við meira peningi, tí 7,6 milliónir manglaðu í at fáa Saltsiluna lidna. Sosatt er trupult hjá Bjarna Hammer ikki at atkvøða fyri einum uppskoti, sum hann av fyrstan tíð sjálvur vildi hava fyri tingið. Harumframt skal eisini havast í huga, at kommunuval er í hondum. Tí er uppaftur truplari hjá varaborgarstjóranum ikki at taka undir við uppskotinum. Um øll andstøðan og Bjarni Hammer atkvøða fyri uppskotinum, so eru 17 atkvøður fyri, og so verður málið samtykt. Útvarpið tosaði við Bjarna Hammer fyrrapartin. Hann váttaði, at hann fer at taka undir við uppskotinum, men hann vil ikki gera samrøðu við útvarpið í løtuni. Tá Bjarni Hammer tekur undir við uppskotinum, er sannlíkt, at øll andstøðan eisini fer at taka undir við uppskotinum, fyri at vinna samgonguni neisir. Hetta setur samgonguna og løgmann í eina trupla støðu, tí ein tingmaður í flokkinum hjá løgmanni tekur undir við einum uppskoti hjá andstøðuni, ið kostar 1,6 milliónir krónur eyka. Jónleif Johannesen, formaður í tingbólki Javnaðarfloksins, vil ikki gera viðmerking, men vísir til løgmann, løgmaður er upptikin á fundi, og tad eydnadist ikki at fáa vidmerking frá honum til málið. Útvarpið vildi fegið annars fegin spurt Jónleif Johannesen, hvat hann sigur til, at ein javnaðarmaður tekur undir við uppskotinum frá andstøðuni. Ólavur Rasmussen, formaður í Saltgrunninum, hevur annars sagt, at grunnurin fer at taka lán til tað, ið manglar í fyri at fáa Saltsiluna lidna. Skipið, ið Bakkafrost hevur keypt, skal brúkast sum tænastuskip til aling á sjónum. Hoyr samrøðuna við Gunnar Nielsen, fíggjarstjóra hjá Bakkafrosti. Tann kunningin er tó strikað í dag. Sambært svenska Aftonbladet , hevur Bob Dylan sjálvur givið boð um at strika kunningina á heimasíðuni. Tað er meira enn ein vika síðani, at tað varð kunngjørt , at Bob Dylan vann heiðurslønina, men einki hevur verið at frætt frá honum. Svenska Adademiið sigur, at tey eru givin at leita eftir Dylan, og at tey eru fyrireikað, at 75 ára gamli tónleikarin ikki kemur. Hann er vinnari kortini. Sviar ivast nú uppaftur meira í, um Bob Dylan verður at síggja í Stokkhólmi 10. desember, tá hann skal taka ímóti bókmentaheiðurslønini. Innflutningur av tilfari til vinnulívið, bæði til byggivinnuna og aðra vinnu, er eisini vaksin hesar mánaðirnar millum níggju og 14 prosent. Av vørum, sum eru til beinleiðis húsarhaldsnýtslu, er innflutningurin vaksin fimm prosent. Vøkstur er í mestsum øllum bólkum av húsarhaldsvørum. Bíliga brennievnið sæst eisini væl í tølunum. Hóast vit hava innflutt umleið somu nøgd sum í fjør, kostaði brennievnið 159 milliónir krónur minni. Bjarni Hammer, tingmaður, ætlar at atkvøða saman við andstøðuni, so SALT verkætlanin kann gerast liðug Men tað fellur ikki í góða jørð hjá løgmanni. Hvat hendir við kommunuvalinum á Tvøroyri, og eigur Suðuroyggin at vera ein kommuna Og skulu øll ferðast ókeypis við Strandferðsluni Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, vísir á, at ein króna upp á liturin av bensini og diesel hevði verið nóg mikið at hildið alt landsvegakervið viðlíka fyri. Bara ein góður triðingur av teimum uppstillaðu eru kvinnur, og sæð við javnstøðubrillum er tað eitt vet verri enn til seinasta kommunuval. Fatanin av, hvat er pent, hevur broytt seg mikið í gjøgnum tíðina. Katrin Sigurpálsdóttir Kamban metir tó, at hóast krøvini broytast, so megna tey bert at fevna um ein lítlan part av samfelagnum. Hoyr klummuna hjá Katrini her. Vit ávirkast av hvørjum øðrum. Soleiðis ljóða orðini hjá Lilju Holm Mortensen, ið hesu ferð er ein partur av panelinum hjá RøddinLive. Ymiskt er, hvat tey meta krøvini vera, men tey eru samd um eitt Heilsan kemur fyrst. Hoyr panelið her. Í sendingini práta vit við Teresu Reinert Ovenberg um útsjónd og sosialar miðlar, Brestir Mikkelsen um venjing og Juanitu Schrøter Holm um at vera við í sjónvarpssendingini Danmarks Næste Topmodel. Eisini kjakast panelið um ymiskt, ið hevur samband við útsjónd. Í panelinum eru Andras Clementsen, Súsanna Samró, Lilja Holm Mortensen og Bjartur Mortensen. Katrin Kamband hugleiðir eisini í klummuni um, hvat útsjónd hevur at siga. Sum nakað nýtt er nú talan um tvær ymiskar farleiðir eina millum Skopun og Gomlurætt, og eina millum Hest og Gomlurætt og ikki sum higartil, har Teistin onkrar túrar leggur at í Hesti á leiðini millum Skopun og Gomlurætt. Teistin ger fyrsta túrin av Skopum klokkan 06 45 á morgni, og siglur seinasta túrin av Gomlurætt klokkan 23 05. Leygardag og sunnudag er fyrsti túrur av Skopun tó klokkan 08 10. Samanlagt siglur Teistin níggju túrar millum Skopun og Gomlurætt um dagin. Langt frá sama tænasta verður tó galdandi fyri tey, sum búgva í Hesti. Teistin fer fyrsta túrin av Gomlurætt út í Hest klokkan 08 45, og innaftur úr Hesti klokkan 09 05. Ein túrur er mitt á degi, av Gomlurætt klokkan 14 30 og úr Hesti klokkan 14 50, og síðsti túrur er av Gomlurætt klokkan 19 10 og innaftur úr Hesti klokkan 19 30. Strandferðslan boðar í sama viðfangi frá, at bussleiðirnar í Sandoynni og farleiðing til Skúvoyar er broytt, soleiðis at tær passa til nýggju ferðaætlanina hjá Teistanum. KÍ, sum er einasta liðið, ið kann taka gullið frá Víkingi, spælir í Fuglafirði, har ÍF tekur ímóti. Fuglfirðingar eru á 6.plássi og kunnu hvørki fara upp ella niður eftir stigatalvuni. Allir dystirnir í 27. og seinasta umfari byrja klokkan tvey seinnapartin. Her í útvarpinum er Bólturin á skránni klokkan eitt, og sent verður allan seinnapartin. Hvat heldur panelið um hendan kundaóskikk, tá kundar snúgva sær inn í handil ein minutt áðrenn lukkitíð, ella enn verri aftaná lukkitíð Oddaliðið Víkingur, sum undan dagsins 27. og seinasta umfari er eitt stig frammanfyri KÍ, spælir á Argjum, har longu niðurflutta AB tekur ímóti. KÍ, ið er einasta liðið, sum kann taka gullið frá Víkingi, spælir í Fuglafirði, har ÍF tekur ímóti. Fuglfirðingar eru á 6.plássi og kunnu hvørki fara upp ella niður eftir stigatalvuni. Og uppskotið tryggjar í alt ov lítlan mun, at nýggir aktørar sleppa inn í vinnuna at kappast við verandi reiðarar um rættin at fiska. Stórur partur av frágreiðingini hjá nýskipanarbólkinum er ein verjutala fyri at gera teimum til vildar, sum hava rættindini um hendi frammanundan, skriva Hermann Oskarsson og Jóannes Jacobsen millum annað. Teir minna á, at ein fiskivinnunýskipan má tryggja, at føroya fólk fær alla tilfeingisrentuna, sum er sjálvt virðið av framíhjárættinum og atgongdini til at troyta eitt lívfrøðiliga avmarkað tilfeingi. Og sum tað triðja má ein nýskipan tryggja, at fiskivinna varandi kann rekast sum lønandi vinna, og at virðisvøksturin verður so stórur sum tilber. Búskaparfrøðingarnir ásanna, at øll byrjan er trupul, eisini sum vinnurekandi í fiskivinnu. Eingir vinnuligir karmar kunnu gera nakað við tað. Partvís tænir tað beinleiðis sjálvum stavnhaldinum í skipanini, at allir føroyskir borgarar skulu hava javnbjóðis niðurseturætt í fiskiskapi, partvís er hetta til gagns fyri kappingina í vinnuni, og at enda fer hetta at tryggja tilfeingis eigaranum frægasta marknaðarprísin fyri rættindini, skriva Hermann Oskarsson og Jóannes Jacobsen. Uppboðssølan skal so fara fram á sama hátt sum á afturlætnu royndaruppboðssøluni í summar. Allir keyparar fáa fiskirættindini til sama prís, sum verður ásettur á uppboðnum. Prísurin er tann lægsti av góðkendu prísunum. Undir hesum uppboðssølu háttinum verða øll vinnurekandi eggjað til at bjóða júst so nógv fyri fiskirættindini, at útreiðslurnar av at fiska keypta kvotu svara til inntøkurnar av at fiska kvotuna. Á henda hátt fáa tey mest effektivu skipini fatur á fiskinum, samstundis sum føroya fólk altíð fær røttu og alla tilfeingisrentuna, skriva Hermann Oskarsson og Jóannes Jacobsen í kronikkini í Dimmalætting. Teistin fer at sigla níggju túrar um dagin úr Skopun á Gomlurætt, og Teistin fer at sigla tríggjar túrar um dagin úr Hesti á Gomlurætt fýra dagar um vikuna, og tveir túrar tríggjar dagar um vikuna. Sum nakað nýtt er nú talan um tvær ymiskar farleiðir eina millum Skopun og Gomlurætt, og eina millum Hest og Gomlurætt og ikki sum higartil, har Teistin onkrar túrar leggur at í Hesti á leiðini millum Skopun og Gomlurætt. Teistin ger fyrsta túrin av Skopum klokkan 06 45 á morgni, og siglur seinasta túrin av Gomlurætt klokkan 23 05. Leygardag og sunnudag er fyrsti túrur av Skopun tó klokkan 08 10. Samanlagt siglur Teistin níggju túrar millum Skopun og Gomlurætt um dagin. Langt frá sama tænasta verður tó galdandi fyri tey, sum búgva í Hesti. Teistin fer fyrsta túrin av Gomlurætt út í Hest klokkan 08 45, og innaftur úr Hesti klokkan 09 05. Og so fer Teistin av Gomlurætt út í Hest klokkan 19 10 og innaftur úr Hesti klokkan 19 30. Fýra dagar um vikuna mánadag, mikudag, Leingi var stórur spenningur um, hvør fór at strúka avstað við føroyameistaraheitinum í bestu deildini hjá monnum. Meðan støðan millum AB og Víking á Argjum var 1 2, var støðan 1 3 millum ÍF og KÍ í Fuglafirði. Sostatt kundi AB við bara einum máli gjørt, at tað var KÍ, sum bleiv føroyameistari. Hóast AB á pappírinum einki hevði at spæla fyri, góvu argjamenn Víkingi skarpan gang. AB fekk tvey mál kolldømd í fyrra hálvleiki, og var fleiri ferðir nær við. Tá avtornaði var tað kortini Víkingur, ið tryggjaði sær meistaraheitið. 11 minuttir vóru eftir av dystinum, tá Andreas Lava Olsen skoraði fyri Víking og sløkti FM vónina hjá KÍ. Hetta er fyrstu ferð at Víkingur vinnur FM. Dagin eftir at hann hevði fingið virðislønina varð staðfest á Twitter kontoini hjá Dylan, at amerikanski sangarin og sangskrivarin hevði fingið hendan heiður. Seinni stóð eisini at lesa á einari av almennu heimasíðunum hjá Bob Dylan um heiðurin, men tey tíðindini vórðu strikað í gjár. Ja, hvat skal ein hugsa. Sigast kann, at tað er bæði óhøviskt og arrogant, sigur svenski rithøvundurin og Nobelnevndarlimurin Per Wæstberg við SVT. Hann tykist sera tvørur, so tað kom ikki óvart á, sigur Per Wæstberg, sum enn ikki veit, um Bob Dylan verður hjástaddur tá Nobel virðislønin fyri bókmentir verður handað í Stockholm 10.desember. Vit bíða og fáa at síggja. Antin kemur hann, og so er hann vælkomin. Ella kemur hann ikki, og so mugu vit gera okkurt annað. Óansæð, so hevur hann vunnið Nobelvirðislønina í bókmentum, sigur Wæstberg. Í 1961 noktaði franski rithøvundin Jean Paul Satre at taka ímóti Nobel virðislønini fyri bókmentir. Tað gjørdi hann av prinsipiellum ávum. Margretha drotning hevur nú fremstafingur á lofti, tá ið ræður um innflytarar og flóttafólk, sum ikki eru nóg væl integrerað í danska samfelagið. Eingin náttúrulóg sigur, at tú verður dani, um tú býrt í Danmark, sigur hon í samrøðubókini De dybeste rødder, sum Thomas Larsen, journalistur á Berlingske, hevur skrivað. Vit hildu, at alt fór at laga seg av sær sjálvum. Drakk tú av kommunala vatninum í Keypmannahavn, og koyrdi tú í býbussinum, varð hildið, at tú sum fráleið gjørdist dani. Men soleiðis er tað ikki. Tað hava vit lært, sigur drotningin í bókini. Hon sigur, at tey, sum komu úr landsynningsasia, hava klárað seg framúr væl í danska samfelagnum. Hjá øðrum hevur gingið verri at laga seg til danska samfelagið. 594 fólk stilla upp til kommunuvalið 8. november. Av hesum eru 210 kvinnur. Tað vil siga, at talið á kvinnunum á valevnislistunum tilsamans er 35,4 . Hyggja vit at kvinnuumboðanini í teimum ymisku oyggjunum, so er Sandoyggin lutfalsliga best umboðað við 41,2 . Í hinum endanum liggur Suðuroyggin. Kvinnuumboðanin har er 31,7 , sum er næstan 10 minni enn í Sandoynni. Tað gongur so illa hjá Royal Greenland at fáa grønlendingar at arbeiða á fiskavirkjum, at neyðugt verður at boðsenda kinesarum at manna virkini. Fyrstu 30 kinesararnir koma til Grønlands í vár, sigur samtøkustjórin í Royal Greenland, Søren Olsen Damgaard, við heimasíðuna hjá Royal Greenland. Søludeildin í Kina er farin at søkja eftir 30 fólkum, sum vilja arbeiða á fiskavirkjunum. Hetta er bara fyrsta stigið. Ætlanin er at fáa fleiri útlendingar at arbeiða hjá okkum næsta ár, sigur Søren Olsen Damgaard. Hann sigur við grønlendska kringvarpið, KNR, at tað ber ikki til at skera allar grønlendingar yvir ein kamb og siga, at teir tíma ikki at arbeiða. SIK er ikki ført fyri at loysa trupulleikan einsamalt. Vit noyðast øll at samstarva, til tess at loysa trupulleikan, sigur Jess G. Berthelsen. Hóast Noreg og Svøríki hava selt burtur av sínum partabrøvum í SAS, ætlar Danmark ikki at selja partabrøv í skandinaviska flogfelagnum. Noreg seldi 2,8 prosent, og norðmenn eiga nú bara 11,5 prosent av partapeninginum í flogfelagnum. SAS seldi 4,2 prosent, og eigur nú góð 17 prosent. Men Svøríki, Noreg og Danmark, sum tóku stig til at stovna SAS, eiga ikki longur meirilutan í felagnum. 57 prosent av partapeninginum eru á øðrum honum. Ikki er greitt, hvør hevur keypt norsku og svensku partabrøvini, men helst eru tað íløgubankar, pensjónsgrunnar og aðrir íleggjarar. SAS hevur boðað frá, at tað fer at stovna fleiri nýggjar rutur í vár. Ein teirra er millum Keypmannahavn og Vágar. Flogið verður hvønn dag, bæði í summar og vetrarhálvuni. Tað er eingin onnur gongd leið, enn at seta forboð fyri bilum, sum brúka brennievni, sigur Isabella Løvin, sum eru úr umhvørvisflokkinum. Týska samveldisráðið gjørdi herfyri eina yvirlýsing, sum hevur til endamáls at seta forboð fyri bilum, sum brúka brennievni, í 2030. Skal eitt slíkt tiltak eydnast, eigur tað at verða framt á ES stigi. Tað er eitt týdningarmikið tekin at senda bilverksmiðjunum um, at tær skulu laga seg til nýggjar tíðar, sigur Isabella Løvin. Væntandi verða tað 1,3 stig heitari í ár samanborið við tíðina, áðrenn ídnaðurin í heiminum tók dik á seg. Tíðin er búgvin at seta tiltøk í verk, sigur svenski ráðharrin í veðurlagsmálum. Hon viðgongur, at kappingarreglurnar í ES kunnu verða ein forðing. Kortini væntar hon, at góðir møguleikar eru at seta forboðið í gildi um 13 ár. Tá lond sum Týskland, Holland og Noreg hava sýnt málinum áhuga, skuldi verðið góðir møguleikar, sigur Isabella Løvin við Aftonbladet. Atlantsflog er til reiðar at kappast við SAS, tá felagið fer at flúgva á Keypmannahavnar leiðini, sum er størsta inntøkukeldan hjá Atlantsflogi. Bíligastu ferðaseðlarnir verða nógv seldir, men nú verður kannað, um tað ber til at lækka prísin á dýrastu ferðaseðlum, sum verða keyptir stutt undan fráferð, sigur Jóhanna á Bergi. Stjórin í Atlantsflogi sigur, at nú SAS eisini fer at flúgva millum Keypmannahavn og Vágar, verður bara meiri av tí sama, sum hon tekur til. Stendur tað til landsstýrismannin í samferðslumálum, skulu øll gjalda fyri at nýta samferðslukervið, eisini tey, sum ikki beinleiðis gjalda fyri at brúka vegir, tunlar og brýr. Landsstýrismaðurin ætlar at fáa eina breiða semju í løgtinginum um nýggju gjaldsskipanina, og eydnast tað, verður eitt uppskot lagt fyri tingið í hesari tingsetuni. Starvsmannafelagið mælir til, at bæði kommunur og interkommunalir felagsskapir halda seg til reglurnar hjá landinum við 70 ára fráfaringaraldri. Hjá landinum eru reglurnar nú, at tey sum eru 70 ár kunnu søkja um at longja sítt arbeiðsskeið tvey ár í senn. Kommunurnar og interkommunalir felagsskapir so sum SEV og IRF hava sínar egnu reglur. Flestu kommunurnar hava annaðhvørt havt fráfaringaraldurin á 67 ár ella ongan fráfaringarpolitikk. Tó brúka eitt nú Tórshavnar kommuna og Klaksvíkar kommuna 70 ára fráfaringaraldur. Starvsmannafelagið vil, at øll halda seg til reglurnar hjá landinum við 70 ára fráfaringaraldri. Bæði á privatum og almennum arbeiðsplássum eru alt fleiri millum 67 og 74 ár til arbeiðis. Umleið 500 starvaðust hjá tí almenna, og umleið 600 í tí privata. Hjá landinum eru reglurnar nú, at tey sum eru 70 ár kunnu søkja um at longja sítt arbeiðsskeið tvey ár í senn. Meirnýtslan kemst av serligum lønarútreiðslum, millum annað, at avloysarar eru settir fyri starvsfólk í farloyvi, fleiri tilkall og sjúkraflutningar til Havnar og broytt vaktarsamsýning. Viðvíkjandi rakstrarútreiðslunum hava serligar útreiðslur verið til neyðugt viðlíkahald, umframt at rakstrarkostnaðurin av reagensum er øktur munandi. Fyrstu 30 kinesararnir koma til Grønlands í vár, sigur samtøkustjórin í Royal Greenland, Søren Olsen Damgaard, við heimasíðuna hjá Royal Greenland. Ætlanin er at fáa fleiri útlendingar at arbeiða hjá okkum næsta ár, sigur Søren Olsen Damgaard. Formaðurin í grønlendska landsfelagsskapinum, SIK harmast um støðuna. Jess G. Berthelsen sigur við grønlendska kringvarpið, KNR, at tað ber ikki til at skera allar grønlendingar yvir ein kamb og siga, at teir tíma ikki at arbeiða. SIK er ikki ført fyri at loysa trupulleikan einsamalt. Vit noyðast øll at samstarva, til tess at loysa trupulleikan, sigur Jess G. Berthelsen. Kristina Háfoss heldur, at Landsbankin og Búskapargrunnurin skulu tryggjast betur enn við vanligari løgtingslóg. Hon vónar, tað verður partur av endaliga uppskotinum, sum fer til fólkaatkvøðu næsta ár. Tá Løgtingið arbeiddi við at samtykkja stjórnarskipan í 2011, var ein grein til Landsbanka Føroya, og ein grein til Búskapargrunn Føroya. Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, og Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, hava fyrr sagt, at Landsbankanum er ikki lív lagað, verður hann endurstovnaður. Tað halda teir, tí breið semja er ikki um at endurstova Landsbankan. Bæði Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin halda, at Landsbanki Føroya er óneyðugur og dýrur symbolpolitikkur. Í hesari sending hoyra vit millum annað C est ci bon við Arnstein Johansen og Annen polka við Jóhann Mortensen. Lagt til rættis Hanna og Terji Jakobsen. Nú bretar hava avgjørt at fara úr ES, fer ikki at bera til hjá bankum og fíggjarstovnum at reka altjóða virksemi úr London. Tí mugu teir, sum starva tvørtur um landamørk í Evropa, flyta inn á europiska meginlandið. Fyrireikingarnar eru í gongd, og virksemið verður helst flutt fyrst næsta ár, sigur formaðurin í bretska bankafelganum, Anthony Browne, við The Observer. Ein treyt, fyri at kunna virka um alt Evropa, sum samanlagt er nógv tann størsti búskapurin í heiminum, er, at fólk, kapitalur, tænastur og vørur kunnu fara frítt um alt Evropa. Men nú Bretland vil úr Europiska Samveldinum, verða forðingar fyri fríum samstarvi millum hini ES londini og Bretland. Fíggjargeirin er nógv størsta vinnan í Bretlandi. Bretska pundið er heimins dýrasta gjaldoyra, hóast tað er nógv minkað í virði síðan 23. juni, tá fólkaatkvøðan um ES limaskapin hjá Bretlandi varð hildin. Bankarnir og fíggjarvinnan ávaraðu staðiliga ímóti, at Bretland skuldi fara úr ES, tí Brexit kundi føra við sær, at London misti kappingarføri, sum størsti fíggjardepil í heiminum. Fíggjarsamstarv við USA og Asia verður kortini ikki beinleiðis tarnað, nú nógv bankavirksemi verður flutt úr London á europeiska meginlandið, har Frankfurt og Paris eru fíggjarmiðdeplar. Ein teirra, ið var við til hundaframsýningina, var Emilia, sum luttók við hundinum Nelson. Tað gekk sera væl hjá teimum, sum tit síggja í lítla filminum her. Í Orrustuni hesa ferð eru frisørar og krambakallar. Luttakarar eru Guðrun við Rættará, Lissi Mouritsen, Janus Poulsen og Rúni Mohr. Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, harmast tó um, at so fáar kvinnur verða valdar. Á valevnislistunum eru kvinnurnar best umboðaðar í Sandoynni, har kvinnuumboðanin er 41,2 prosent. Suðuroyggin liggur á aftasta plássi, har er kvinnuumboðanin 31,7 prosent. Til samans er kvinnuumboðanin kring landið 35,4 prosent. Tað sigur, Jóannes Hansen, sum er kønur í valviðurskiftum. Hann sigur, at stóri bólkurin av sonevndum sofaveljarum kann fáa avgerandi ávirkan á endaliga valúrslitið, serliga í stóru kommununum. BBC skrivar, at økið er sum ein magnetur fyri flóttafólk og migrantar, sum vilja til Bretlands, annaðhvørt tí tey kenna onkran har, ella tí tey meta seg hava betri møguelika fyri at klára seg har, tí tey duga málið. Í 1999 var ein móttøkustøð hjá Reyða Krossi gjørd til nøkur og 100 fólk úr Kosovo í einum tunnilshangari, men endin varð, at meira enn 1500 flóttafólk og migrantar úr Afghanistan, Kosovo og Irak hildu til á staðnum. Hvørja viku vórðu fólk smuglað til Bretlands, og í 2002 varð ein avtala gjørd við bretsku myndugleikarnar um at lata mótøkustøðina aftur. Í tí sambandi tók Bretland ímóti 1300 irakiskum kurdum og afghanarum, og Frakland tók so restina. Afturlatingin av støðini hevði bara við sær, at fólk settu tjøld upp aðrastaðni í býnum, serliga nærhendis motorvegnum. Nú flóttafólkastreymurin er vaksin so nógv seinastu árini, er talið á fólkið í økinum vaksið upp í 7 10.000, harav eini 1500 eru børn. Legan verður sum nevnt rópt Frumskógurin og er ein heilur býur av tjøldum og skúrum, ið byrgdir eru av burturkasti. Myndugleikarnir í Fraklandi eru í rættiligari tvístøðu av leguni Tí øðrumegin vilja teir ikki hava, at umstøðurnar eru ov góðar, so enn fleiri leggjast afturat, men hinumegin mugu hampilig viðurskifti kortini tryggjast í leguni. Í juli í ár royndu 2000 flóttafólk og migrantar at sleppa til Bretlands gjøgnum tunnilin, og myndugleikarnir báðu megin Ermasund gjørdu av at senda migrantar frá Vesturafrika heimaftur. Onnur verða flutt til aðrar legur í Fraklandi. Uppaftur onnur sleppa til Bretlands, men bara um tey hava tilknýti til landið frammanundan. Tíðindafólk skriva á miðlum og Twitter í dag, at fyrstu bussarnir við fólki eru farnir úr leguni, og at flóttafólkini og migrantarnir hava fingið armbond í ymsum litum, alt eftir, hvagar tey skulu. Jóannes Hansen er um nakar maðurin, sum veit tað, ið er vert at vita um kommunuvalið. Jóannes er eisini klaksvíkingur, og tí fór Valbussurin framvið hjá honum, nú tey vitja í Norðoyggjum. Hann greiddi frá kommunuvalinum frá A Z. Jósup hevði ov nógv ferðafólk við úr Havn til Nólsoyar fríggjadagin. Og ferðafólkini kendu seg ikki trygg, sigur Nikolaj Falck, ið var umborð á Jósup. Bjargingarútgerð bara var til 70 fólk verður sagt í innslagnum, men tað er beinleiðis skeivt sigur Strandferðslan. Útgerð er til øll og meira afturat, sigur Jóan Petur Abrahamsen, ferðslusamskipari hjá Strandferðsluni. Hetta heldur Bárður Kass Nielsen, sum vegna nýtt Sjálvstýri hevur lagt eitt uppskot til samtyktar fyri Løgtingið. Flokkurin vil hava lógarásett minstamark fyri tímajáttan. Tað skal gerast fyri at tryggja góðskuna á dagstovnunumm og fyri at stimbra undir, at fyribyrgjandi trivnaðaramboð verða brúkt av heilsufrøðingum, dagstovnum og skúlum, stendur í viðmerkingunum til uppskotið. Uppskotið hevur til endamáls at tryggja javnari tænastu og góðsku frá kommunu til kommunu, stendur í uppskotinum, ið kemur til fyrstu viðgerð í tinginum mikudagin. Trælistamaðurin Joe Cole hevur flutt træsmiðjuna í Mjørkadal. Hann samstarvar við Fountainhúsið, í eini roynd at hjálpa fólki við sálarsjúku ella tunglyndi at fóta sær aftur. RÆTTING Í byrjanini av Degi og Viku verður sagt, at Bárður Persson er brúkari av Fountainhúsinum. Tað er ikki rætt. Sum tað framgongur í innslagnum, er hann starvsfólk. Kommunuval líkist ikki løgtingsvali, tí tað er lokalt, og í Fugloy eru tey líka spent, hvør verður valdur kommunustýrið har, sum havnarfólk eru spent at frætta, hvør verður valdur í býráðið í landsins størstu kommunu. Hann sigur, at áhugin at stilla upp til kommunuvalið er misjavnur kring landið, men nú vilja løgtingsfólk fegin verða vald í býráðið í Havn. Hetta er ein dokumentarfilmur, sum Árni Nicolajsen ger, við grundarlagi í samrøðum, hann hevurgjørt við fólk, ið kendu Ruth Smith. Landsstýrismálanevndin hevur biðið Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, og fíggjarmálaráðið um fleiri upplýsingar í málinum um at stovna føroyskt váðaráð. Landsstýrismálanevndin kannar, um hon skal viðgera eitt mál móti landsstýriskvinnuni, tí andstøðan hevur skuldsett hana fyri at halda upplýsingum aftur fyri fíggjarnevndini og Løgtinginum. Talan er millum annað um eitt bræv, sum Kristina Háfoss fekk frá danska vinnumálaráðharranum, Troels Lund Poulsen, men sum fíggjarnevndin ikki fekk fyrr enn seinni. Læknalestur í Føroyum krevur eina rúgvu av serlæknum, sum verða knýttir at Fróðskaparsetrinum. Og teir serlæknarnir eru ikki í Føroyum nú. Verkætlanarbólkurin, ið skrivaði álit um føroyska heilsuverkið, mælir til, at ein læknaútbúgving verður sett á stovn á Fróðskaparsetri Føroya. Læknalestur í Føroyum hevði útvegað og varðveitt fleiri heilsustarvsfólk, heldur verkætlanarbólkurin. Men í Føroyum er trot á læknum. Landsstýrismálanevndin hevur biðið Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, og Fíggjarmálaráðið um fleiri upplýsingar í málinum um at stovna føroyskt váðaráð. Landsstýrismálanevndin kannar, um hon skal viðgera eitt mál móti landsstýriskvinnuni, tí andstøðan hevur skuldsett hana fyri at halda upplýsingum aftur fyri Fíggjarnevndini og Løgtinginum. Talan er millum annað um eitt bræv, sum Kristina Háfoss fekk frá danska vinnumálaráðharranum, Troels Lund Poulsen, men sum Fíggjarnevndin ikki fekk fyrr enn seinni. Áheitanin, sum er skrivað undir yvirskriftini mótmæli , er send bæði Strandferðsluni og Henriki Old, landsstýrismanni í samferðslumálum. Í áheitanini, sum er undirskrivað av øllum býráðslimunum í Tórshavnar kommunu, stendur, at ætlaðu broytingarnar í samferðsluni millum Gomlu Rætt og Hest fara at skjóta oyggina mong ár aftur í tíðina, og tað fer ikki longur at bera til hjá fólki í Hesti at arbeiða og ganga í skúla aðrastaðni. Gundarlagið fyri menning í Hesti verður við hesum púrasta burtur, stendur í mótmælisskrivinum, har tað eisini stendur, at broytingin fer ikki bara at skerja túratalið, men kann eisini avtofta bygdina. Hetta eigur ikki at koma fyri. Tað sigur Jóhan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari hjá Strandferðsluni, í kjalarvørrinum á, at fleiri ferðafólk enn loyvt vóru við einum túri hjá Jósup um Nólsoyarfjørð í síðstu viku. Ov nógv ferðsla er, og vandin er ov stórur, tá børn ferðast í skúla og dagstovnaøkinum í Klaksvík. Tí má hámarksferðin setast niður. Tað sigur leiðarin á Drotning Margrethu barnagarði. Arbeitt verður við málinum, sigur Tekniska deild í Klaksvíkar kommunu. Hámarksferðin er sett niður eina ferð áður, úr 50 til 40 km t, og hon verður ikki sett longur niður. Tó fara tey at bøta um skeltingina í økinum í næstu viku. Játtanin er í ár 1,6 millión krónur, og felagið væntar, at tað fer at tátta í, nú tað líður á heystið, og tí eigur játtanin ikki at verða skorið niður í 1,4 millión næsta ár, sigur felagið. Felagið undrast eisini á grundgevingarnar fyri at lækka játtanina, Har stendur, at arbeiðið við lesi og skriviveikum er ein partur av virkseminum hjá fólkaskúlanum. Hetta tykist vera ein margháttlig grundgeving, skrivar felagið í áheitanini til fíggjarnevndina. Tí einir tríggir fjórðingar av virkseminum hjá Felagnum fyri lesi og skriviveik er fyri næmingar uttan fyri fólkaskúlan og lutvíst heilt uttan fyri skúlaskipanina. Felagið fyri lesi og skriviveik hevur undirvísing fyri lesi og skriviveikum og orðblindum. 14 serlærdir lærarar á økinum eru knýttir at undirvísingini. Har koma um 50 næmingar hvørja viku, sum koma í styttri og longri tíð og hava tørv á undirvísing, til lærarar og næmingar. Nú er næmingatalið 59. Men av tí at tey eru komandi og farandi er talið fyri alt árið nógv hægri. Í løtuni eru eini 20 25 næmingar á bíðilista, skrivar felagið fyri lesi og skriviveik. Hevur tú uppfunnið nakað nýtt, so kann vera umráðandi at verja rættin til hugskotið. Við einum patenti fært tú einarætt at framleiða og selja títt hugskot. Kristina Samuelsen, advokatur, fer í kvøld, í hølunum hjá Vinnuframa, at greiða frá um praktisku tilgongdina við at søkja patent, umframt at greiða yvirskipað frá um lógarverkið. Víða hvar í heiminum eru miðstøðir fyri gransking, viðgerð og hjálparvirksemi tá vanlukkur og kreppur raka. Ein tann royndasta av hesum miðstøðum í Norðurlondum er Senter for Krisepsykologi í Bergen, sum veitir hjálp bæði í Norra og aðrastaðni. Familja, vinir og starvsfelagar kunnu teljast millum hesi, sigur sálarfrøðingurin, Jakob Inge Kristoffersen, ið hevur arbeitt á økinum í nógv ár. BBC skrivar, at tríggir menn í sjálvmorðsbumbuvestum tóku seg inn á skúlan seint í gjárskvøldið og eftir øllum at døma tóku teir eisini gíslar. Greinin heldur fram niðanfyri. Teir fóru at skjóta og komu inn í sovisalin, men eg megnaði at sleppa til rýmingar, sigur politinæmingurin sambært tíðindastovuni. Áhugabólkurin og Sjálvsognarstovnurin Ítróttareftirskúlin í Suðuroy undir stovnan hevur biðið Fíggjarnevndina hjá Løgtinginum um eina góða millión krónur til rakstur í 2017. Frá byrjan hevur verið arbeitt við ætlan um eitt bland av háskúla og eftirskúla, sum skal bjóðast út á sama skúlanum, stendur í umsóknini. Eftirskúlatilboð sum heilárstilboð, og háskúlatilboð sum heilárs og hálvárstilboð. Áhugabólkurin skrivar, at grundhugsanin er, at við tilboði um ítróttarháskúla og eftirskúla á sama staði ber til at brúka læraraorkuna sum frægast, útreiðslurnar kunnu haldast niðri. So fæst eisini eitt gott ítróttarligt skúlatilboð til ymsu aldursbólkarnar. Hugsanin er, at tey í 10 floksaldri skulu fáa eftirskúlatilboð, og tey 17 ár og eldri eitt ítróttarháskúlatilboð. Nú umsókn er send Fíggjarnevndini um rakstrarjáttan til eftirskúlan, hevur Mentamálaráðið eisini fingið umsókn um at góðkenna ítróttaeftirskúlan í Suðuroy. Nú er Kim 12 ára gomul. Tá ið hon var 8 ára gomul flutti hon til Føroyar til mammu sína úr Thailandi. Hvussu var at koma til Føroyar Og hvussu var at læra at tosa føroyskt Og hvussu er skúlin í Thailandi í mun til Føroyska skúlan Kim fer at greiða frá. Donald Trump, forsetavalevni hjá republikanarunum, hevur bjóðað vælkendu fjølmiðlunum í USA av við egnari sjónvarpssending á Facebook. Tað ger Trump samstundis, sum hann sigur, at allar meiningakanningar, har hann er aftanfyri Hillary Clinton hjá demokratunum, ikki eru eftirfarandi. Fjølmiðlarnir eru ikki bara ímóti mær, teir eru eisini ímóti tykkum, segði Donald Trump við mannfjøldina á veljarafundi í Florida mánadagin. Hillary Clinton fær 49 prosent av atkvøðunum og Donald Trump fær 44 prosent. Tað vísir nýggjasta meiningakanningin, sum er gjørd fyri sjónvarpsrásina, CNN. Meiningakanningin fellur tó ikki í góða jørð hjá Trump. Meiningakanningarnar, har Hillary Clinton er frammanfyri, eru villeiðandi og ikki sannar, sigur Donald Trump. Trump vísti á veljarafundinum í Florida hinvegin til aðrar meiningakanningar, har hann er tvey prosentstig frammanfyri, sum sannar. Hann avskrivar allar aðrar meiningakanningar. Óvist er, um Landsbankin skal við í stjórnarskipanina, sum Føroya fólk skal atkvøða um næsta ár. Løgmaður vil í øllum førum ikki siga, hvørja støðu hann hevur í málinum. Landsbankin er ikki endurstovnaður enn. Løgtingið fer í næstum at atkvøða, um Landsbankin skal endurstovnast á nýggjárinum. Stjórnarskipanin verður løgd fyri Løgtingið í november, sigur løgmaður. Kommunurnar skuldu ongantíð yvirtikið eldraøkið, tí tey hava ikki nóg gott vitanargrundarlag til at viðgera trupulleikarnar. Tað sigur Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum fyri føroyskar sjúkrarøktarfrøðingar. 17 ára gamli Tórur Mortensen er stórtalent í trístøkk. Hann hevur vunnið DM innandura og silvur uttandura umframt at hann hevur vunnið DM fyri ung. Í hesum bólkinum eru bæði tey, ið luttóku á olympisku leikunum, tey, ið eru á landsliðnum og so tey, sum sýna so góðar dygdir í mun til sín aldur, at Dansk Atletikforbund metir, at tey kunna gera seg galdandi í altjóða kapping næstu árini. Sjóverjan í Noregi hevur tikið føroyska rækjuskipið, Havborg, fyri ólógliga veiðu í landnyrðing úr Spitsbergen, skrivar Svalbardposten . Í løtuni er ógreitt, hvussu nógv er fiskað í stongdum sjóøki, ella hvør møguliga revsingin verður, sigur ein talskvinna fyri myndugleikarnar. Havborg fiskaði ólógliga í Hinlopenstretet í landnyrðing úr Spitsbergen í døgunum 13. til 19. oktober er uppáhaldið hjá myndugleikunum. Líka til í gjár høvdu hildu túsundtals flóttafólk til í eini legu í Calais í Norðurfraklandi. Í dag er ein annar larmur í Frumskógini, sum legan verður nevnd. Arbeiðsmenn við sleggjum og stórar maskinur hava nú gjørt innrás í norðurfranska havnarbýnum, sigur ein tíðindamaður hjá tíðindastovuni, Reuters. Greinin heldur fram niðanfyri. Fronsku myndugleikarnir høvdu frammanundan boðað frá, at ætlanin varð at byrja arbeiðið, at ríva flóttafólkaleguna niður, á døgurða. Nú er tað veruleiki. Hóast myndugleikarnir eru byrjaðir at rudda flóttafólkaleguna, eru framvegis nøkur flóttafólk eftir í leguni, sigur ein tíðindamaður hjá BBC News . Afturlatingin av støðini hevði bara við sær, at fólk settu tjøld upp aðrastaðni í býnum, serliga nærhendis motorvegnum. Útivið 10.000 flóttafólk búðu í leguni, harav umleið 1.500 børn. Legan, ið nevndist Frumskógurin, var ein heilur býur av tjøldum og skúrum, ið vórðu byrgdir av við burturkasti. Myndugleikarnir í Fraklandi komu í tvístøðu av leguni. Øðrumegin vildu myndugleikararnir ikki, at umstøðurnar vóru ov góðar, so enn fleiri løgdust afturat, men hinvegin máttu hampilig viðurskifti kortini tryggjast í leguni. Frands Gregoriussen í Havn er ein av teimum 35 fólkunum, sum í ár hava fingið starv, eftir at tey fóru í starvsvenjing, sum Almannaverkið skipaði fyri. Men Almannaverkið væntar og vónar og eisini at finna arbeiði til hesi fólkini, annaðhvørt á vanliga arbeiðsmarknaðinum ella í tillagaðum størvum. Men heilsu og reinførisviðurskiftini í kommununum eru í mongum førum so vánalig, at tey eru als ikki samsvari við lógina á økinum. Kommunalpolitikarar tíma ikki at fáast við spillivatn, tí tað eru færri atkvøður at heinta við at reypa um spillivatn, enn um til dømis fótbóltsvøllur og aðrar stórar verkætlanir. Súsanna Olsen, Forkvinna í Sinnisbati og Laura Kathrine Apol, næstforkvinna í Sinnisbati greiða frá átakinum, og støðuni viðvíkjandi sálarsjúku í føroyska samfelagnum. Fyri at fyribyrgja umhvørvisdálking og heilsuvanda, var í 2009 álagt øllum kommunum í landinum at burturleiða spillivatni á skipaðan hátt. Harumframt verða tvey kjakupplegg um ávíkavist grøna orku og tilflyting. Magni Laksafoss fer at tosa um grøna orku, og Rúna Preeti um tilflyting. Samstundis sum stórt trot á læknum er í Føroyum, eru eini 100 føroysk læknalesandi uttanlands. Og tey eiga at vera fremsta mál at dyrgja eftir. Men skal tað eydnast, so mugu greiðar útmeldingar til, sigur P l Weihe, formaður í Læknafelagnum. Nú er Jasmin ein vaksin maður, men hann minnist væl fyrstu tíðina, tá ið hann kom til Føroyar. Hann kom til Føroyar úr krígsrakta Serbia. Fríggjadagin hevði Jósup 84 ferðafólk úr Havn til Nólsoyar, men báturin er bara góðkendur til 70 ferðafólk um veturin. Tað vil siga, at Jósup hendan dagin hevði 14 ferðafólk ov nógv við. Nikolaj Falck var eitt av teimum 84 ferðafólkunum á túrinum fríggjadagin, og hann kendi seg ikki tryggan. Tí taldi hann øll ferðafólkini við Jósupi hendan dagin, til samans 83 84 fólk. Av tí at Ternan, sum vanliga siglir á leiðini, er á beding, hevði Strandfaraskip landsins ein leigubát, Jósup, inni ístaðin fyri Ternuna. Jósup hevði til 1. oktober loyvi at hava 88 ferðafólk umborð á leiðini. Men frá 1. oktober til 31. oktober hevur báturin bara loyvi at hava 70 ferðafólk umborð. Leigubáturin, sum sigldi, hevði tó bjargingarútgerð til øll 84 ferðafólkini, sum vóru við fríggjadagin, verður sagt á Strandfaraskipum landsins. Hendingin var ein misskiling. Mannagongdirnar eru broyttar so tað ikki endurtekur seg, sigur Jóhan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari á Strandferðsluni, við útvarpið Men tað kann fáa avleiðingar fyri Strandfaraskip landsins og eisiniu fyri leigubátin Jósup, at hendan misskiling hendi fríggjadagin. Sjóvinnustýrið, ið hevur ábyrgdina fyri føroyska regluverkinum, fer nú at kanna málið, sigur Hans Johannes á Brúgv, forstjóri í Sjóvinnustýrinum, við útvarpið. Um Jósup hevði ov nógv fólk umborð, er hetta brot á siglingarlógina. Sostatt verður málið lagt fyri fútan, segði forstjórin við útvarpið týskvøldið. Hans Johannes á Brúgv dugir tó ikki at siga, hvørjar ítøkiligar avleiðingar málið fær, um tað verður staðfest at siglingarlógin varð brotin fríggjadagin. Eg skilji ikki heilt atfinningarnar. Tað sigur Eyðun Christiansen stjóri í kommunufelagnum, nú forkvinnan í Felagnum fyri føroyskar sjúkrarøktarfrøðingar finst at, hvussu kommunurnar handfara eldraøkið. Eg eri av tí sannføring, at síðani ungdómshús fóru at virka runt í landinum, hava vit sæð færri kriminaliserað ung og í summum førum lívsbjargandi fyribyrging ígjøgnum námsfrøðiligt relatiónsarbeiði. Hetta skrivar Nikkil Heinesen, nevndarlimur í Pedagogfelagnum. Nikkil eftirlýsir eitt breitt kjak um ungdómshús kring landið. Stígur er í royndunum at fáa fíggjarliga javnstøðu millum kynini, vísir ein frágreiðing frá World Economic Forum. Tað merkir, at vit neyvan fáa fíggjarliga kynsjavnstøðu fyrr enn 2186 Ísland og Finnland standa seg best í metingini, har mett er um kynsjavnstøðu innan útbúgving, heilsu, livialdur, fíggjarligar møguleikar og politiskt vald. Í Rwanda eru umstøðurnar batnaðar nógv á mongum økjum. WEF vísir tildømis á, at í ongum øðrum landi eru so nógvar kvinnur í tjóðartinginum, sum í Rwanda. Danmark er dottið niður á pláss 19. Hóast Ísland er á fremstaplássi, so var árliga verkfallið millum kvinnur í Íslandi fyrr í vikuni. Klokkan 14 38 mánadagin góvust kvinnurnar í Íslandi at arbeiða, eftirsum hagtølini vísa, at grundað á ein arbeiðsdag frá 9 17, so fáa kvinnur ikki løn eftir klokkan 14 38, Tí løgdu íslendskar kvinnur arbeiðið niður júst tá, also klokkan átta minuttir yvir hálvgum trý. Føroyar eru ikki við í metingini hjá World Economic Forum. Hann er bohemur og kosmopolittur. Hann er eisini introvertur. Hóast hann er best kendur fyri at stíga fram á tí stóra pallinum og framføra sínar fólksligu sangir, unnist honum ofta best fyri seg sjálvan. Eyðun Nolsøe er klaksvíkingur, men býr einsamallur suðuri í Froðba. At kalla frændaleysur. Og tó. Í Suðuroy eigur hann eisini børn. Úti í Froðba skrivar hann sínar sangir og flytur sínar leikir og grundar um tilveruna, nú hann er vorðin fimmti. Einaferð í vetur letur Eyðun Nolsøe frá sær nýggja útgávu við fjúrtan nýskrivaðum sangum. Suni Merkistein hevur hitt hann til eitt prát í nútíð, fortíð og framtíð. Umleið 100.000 gjaldkort eiga at verða sperrað, sigur danska fyritøkan, Nets, í almennari fráboðan, ið fyritøkan hevur sent út í morgun. Illgruni er um, at teldusníkar hava fingið fatur á kortupplýsingum, hjá fólki, ið hava keypt í einum útlendskum nethandli. Sagt verður tó ikki hvørjum. Tað er ikki óhugsandi, at føroysk gjaldkort eru millum tey nógvu gjaldkortini, sum eru í vanda fyri at verða misnýtt, skrivar Eik nú í fráboðan . Vit vita enn ikki um og hvussu nógv føroysk gjaldkort eru millum hesi 100.000, men tað er mest sannlíkt, at hetta eisini rakar føroysk gjaldkort, skrivar bankin. Nets fer væntandi at koma við meira kunning seinni í dag. Tá fæst eisini geiða á, í hvønn mun føroysk gjaldkort eisini eru umfatað av hesum, sigur Eik. Innflutningurin er so stórur, at farmaskipini skjótt ikki klára at fylgja við. Hoyr samrøðuna við Boga Nielsen, stjóra í Faroe Ship. Tað var í gjár, at norska sjóverjan tók rækjutrolaran Havborg fyri at fiska í stongdum øki í Isfjorden í Svaldbard í døgunum 13. 18. oktober. Økið er stongt, tí nógvur kongafiskayngul er har. Tí er talan um eitt álvarsligt mál, sigur Irene Sætermoen, sýslumaður, í samrøðu við útvarpið. Havborg hevur ligið í Longyerabýnum síðani í gjár. Reiðaríið tekur við bótini og hevur veitt trygd fyri bótini, og Havborg fór tí aftur til fiskiskap í fyrrapartin í dag. Havborg byrjaði túrin úr Tromsø 30. september, og hevur higartil fiskað 75 tons av rækjum. Fiskiskapurin er vánaligur, segði Johannus Joensen. Forlagið Sprotin gav út bókina í 2015, Edward Fuglø hevur gjørt kápumyndina til føroysku útgávuna. Sonja Kjølbro hevur staðið fyri umbótingini. Høvuðsavbjóðingin hjá kommununi er bústaðartrotið, siga veljarar við Valbussin hjá Kringvarpinum, ið nú er komin til Fuglafjarðar. Valbussurin hevur tosað við umboð úr vinnuni og Fuglafjarðar kommunu, men kommunustjórin og stjórarnir í Framherja og KJ Hydraulik vilja ikki viðmerkja málið. Hoyr innslagið, sum Birgith Lassen og Uni Leitisstein Hansen í Valbussinum hjá Kringvarpinum hava gjørt. Tað kann í øllum førum vísa seg at verða læran hjá nógvum fólkum, ið síðstu tímarnar hava fylgt við í tí, sum tey hildu vera beinleiðis myndir úr rúmdini. Til samans hava meira enn 30 milliónir fólk fylgt við beinleiðis myndum á Facebook, ið skuldu eitast at vera frá International Space Station hjá NASA. Fleiri stórir, altjóða fjølmiðlar hava síðstu tímarnar stroymað beinleiðis myndir frá rúmdarstøðini hjá NASA. Og nógv fólk hava eisini fylgt við. Talan er tó ikki um beinleiðis myndir frá International Space Station hjá NASA, vilja fjølmiðlar vera við, teirra millum stóri amerikanski fjølmiðilin, Mashable . Ástøðið hjá Mashable verður eisini stuðlað av rúmdarfelagsskapinum, NASA, ið hevur ábyrgdina fyri altjóða rúmdarstøðini, International Space Station. Beinleiðis myndirnar hjá NASA vísa ikki tær somu myndirnar, sum fleiri fjølmiðlar hava víst beinleiðis á Facebook síðani umleið klokkan 11 í morgun. Kommunur kunnu revsast um tær ikki liva upp til kunngerðina, sum áleggur øllum kommunum í landinum at burturbeina spillivant á skipaðan hátt. Men Umhvørvisstovan hevur ongar ætlanir um at gera nakað í løtuni, tí fyri summar kommunur er arbeiðið so umfatandi, at kommunan ikki kann siga, nær arbeiðið er liðugt, sigur Heidi Mortensen á Umhvørvisstovuni. Tó hevur eitt nú Tórshavnar Kommuna ikki sett nóg nógvan pening av til arbeiðið, sigur Heidi Mortensen á Umhvørvisstovuni. Ein meiriluti í nýggju Effonevndini innstillaði Sigfríður Clementsen, sum fremsta kandidatin, til Starvsnevndina, sum setti nýggja venjaran. Nýggja Effonevndin í HB, sum skal taka sær av besta liðnum, telur millum annað Ragnar Joensen, hann er formaður, og Andrew av Fløtum Í roknskapinum fyri triðja ársfjórðing sigur bankin, at úrslitið fyri 2016 verður millum 175 og 200 milliónir krónur í yvirskoti og ikki 160 til 190 milliónir, sum higartil væntað. Í farna ársfjórðingin hevur BankNordik endaliga framt søluna av íslendska tryggingarfelagnum Vørði. Søluprísurin var 300 milliónir krónur, og sambært bankanum var roknskaparligi vinningurin 84 milliónir. Hesar 84 milliónirnar eru inntøkuførdar sum ein eingangsinntøka. BankNordik hevur heldur ikki longur áhuga í at læna pengar út til danskar vinnukundar. Bankin boðar frá, at í triðja ársfjórðingi hevur bankin sloppið sær av 140 milliónir krónur í útláni til hesar donsku vinnukundarnar, sum ikki longur eru partur av kjarnuvirksemi bankans. Til samans hevur BankNordik minkað síni vinnulán í Danmark við meira enn 1,1 milliard krónum. Sambært bankanum eru donsku vinnulánini nú umleið 310 milliónir krónur, og bankin roknar við at øll hesi lán eisini hvørva næstu árini. Sølan av tryggingarfelagnum Vørður og lánini til donsku vinnukundarnar, sum nú eru minkað nógv, ger at BankNordik kann gjalda sínum partaeigarum eitt stórt, eyka vinningsbýti. Á aðalfundinum til várs fer nevndin í BankNordik at mæla til, at meginparturin av 300 milliónum krónum verða útgoldnar í eyka vinningsbýti. Restin verður útgoldið, tá bankin hevur sloppið sær av seinastu donsku, vinnukundarnar. Eftir 1. januar skal tað loysa seg at keypa bilar sum dálka minni. Kristina Háfoss legði í gjár uppskot fyri tingið, um nýtt vektgjald á akfør. Nýggja gjaldið verður í ávísan mun meira roknað sum umhvørvisgjald heldur enn vektgjald, og tað er galdandi fyri bilar, sum eru keyptir eftir 1. januar 2017. Eftir nýggju reglunum eru bilar, sum bara nýta ravmagn ella vetni til framdrift, heilt undantikir árliga gjaldið til 31. desember 2020. Haraftrat hava smáir bilar, sum eftir gomulu skipanini vóru í einum vektlassa fyri seg, ikki sín egna vektklassa longur. Tað vil siga, at tað verður dýrari at hava ein lítlan bensinbil. Í nýggju skipanini eru bara tveir vektklassar upp til 3500 kilo og omanfyri 3500 kilo. Harumframt er gjaldið regulerað eftir CO2 útláti. Sostatt eru gjøldini í størri mun skipað eftir, hvussu nógv akfarið dálkar. Tað merkir, at ein persónbilur í vektklassanum upp til 3500 kilo, sum brúkar bensin, kostar millum 2.000 og 5.000 krónur um árið alt eftir, hvussu illa hann dálkar. Eftir gomlu skipanini kostar ein persónbilur, ið brúkar bensin, millum góðar 1.700 og 4.600 krónur alt eftir vekt. Síðani verður eitt eykagjald lagt á dieselbilar uppá 1.025 og 2.465, eisini eftir vekt. Hetta merkir eitt nú, at ein persónbilur, sum brúkar diesel, kostar í minsta lagi 4.000 krónur eftir nýggju skipanini, meðan ein lítil dieselbilur kostaði góðar 3.000 krónur árliga eftir gomlu skipanini. Eisini lítlu bensinbilarnir verða sindur dýrari í umhvørvisgjaldi. Eftir galdandi lóg kostar minsti vektklassin 1.720 krónur, meðan minsti prísurin eftir nýggju skipanini er 2.000 krónur árliga. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, roynir nú at fáa sjúkrahúsleiðurnar í Føroyum saman í eina sjúkrahúsleiðslu. Meðan stjórin á Suðuroyar sjúkrahúsi ikki sigur seg hava nakað ímóti, at leiðslurnar á teimum trimum sjúkrahúsunum verða savnaðar, er móttøkan í Klaksvík tó ikki tann sama. Hoyr samrøðuna við Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum. Vinnan hevur tað so gott í Fuglafirði, at pláss er ikki fyri øllum virkseminum í Fuglafjarðar Havn. Útflutningvirði fyri tríggjar milliardir krónur fóru um bryggjukantin í Fuglafirði í fjør, og tað verður tað sama í ár. Tað ger Fuglafjarðar havn til størstu útflutninghavn í landinum. Nógva virksemið ger, at tað til samans eru 900 størv í Fuglafjarðar Kommunu. Men í kommununi búgva bara 700 arbeiðsfør fólk, tí koma fólk úr øðrum kommunum til Fuglafjarðar at arbeiða. Valbussurin hjá Kringvarpinum er á ferð um landið undan kommunuvalinum. Mikudagin varð steðgað á í Fuglafjarðar kommunu. Hoyr samrøðuna við Rólant Højsted, havnarfúta, ið ynskir sær fleiri metrar av bryggjukanti aftrat. Í summar lat danski landbúnaðarserfrøðingurin Mads Randbøll Wolff úr hondum eina greining av føroyska landbúnaðinum. Við støði í hesi frágreiðing er landsstýrismaðurin í landbúnaðarmálum farin at orða ein landbúnaðarpolitikk. Eitt høvuðsendamál er, at føroyska samfelagið skal vera sjálvveitandi við staðbundnum landbúnaðarvørum. Eitt nú ætlar landsstýrismaðurin, at um 10 ár skal landbúnaðurin kasta tvífalt so nógv av sær sum ídag. Luttakarar í sendingini Høgni Hoydal, landsstýrismaður. Tróndur G. Leivsson, stjóri á Búnaðarstovuni. Torvald Lútzen, bóndi í Syðradali á Streymoynni. Jan Thomsen, óðalsbóndi á Eiði. Katrin Petersen, forkvinna í áhugafelagnum Veltan á Sandi. Regin I. Jacobsen, stjóri í Búnaðargrunninum. Danska tónaskaldið Vagn Holmboe, sum var ógviliga hugtikin av føroysku kvæðatraditiónini, verður mettur sum ein av týdningarmiklastu donsku tónasmiðunum eftir Carl Nielsen. Holmboe hevur gjørt umleið 400 tónleikaverk og harav eru 22 gjørd til føroyskar tekstir. Holmboe var føddur í Horsens í 1909 og gekk á Det Danske Kgl. Musikkonservatorium, har hann seinni gjørdist lærari og professari. Konan Meta May Graf var úr Transilvania í Rumenia, og tey búsettust í Ramløse í Norðursælandi. Í 1995 vitjaði útvarpsmaðurin Tórður Mikkelsen tónaskaldið og um hetta mundið hevði Havnarkórið heiðurskonsert fyri honum í Ramløse kirkju. Tvær sendingar komu burtur úr, sum verða sendar aftur í Útvarpinum nú. Tann fyrra hevur heitið Holmboe og tónlistin . Tónaskaldið doyði longu árið eftir, í 1996. Umframt Vagn Holmboe sjálvan, verður í sendingini eisini tosað við Ólav Hátún, kórleiðara, Sonju Kristoffersen, kórsangara, og Metu May Holmboe, konu tónaskaldið, sum sjálv var tónleikari, men seinni fór at fáast við skapandi list. Andreas Mouritsen sigur, at hóast hann helst hevur sæð Føroyar úr øllum sjónarhornum, so gera tey skiftandi líkindini, at myndevnini støðugt broytast. Øll munu kenna úrmælingin William Shakespeare, eisini tey, sum kanska ikki lesa yrkingar ella ganga til sjónleik, tí honum slepst ikki undan. Til dømis er hann upphav til fleiri orðatøk. Tað var hann, sum skrivaði bókina, sum upprunaliga er ein orðing, sum kemur fyri í The Tempest Harðveðrið . Tað verða sjónleikararnir Ria Tórgarð og Gunnvá Zachariasen frá Tjóðpalli Føroya, sum fara at lesa upp og framføra ymiskt Shakespeare tilfar, ið er týtt til føroyskt. Tarira hevur, síðani kórið varð stovnað fyri fjúrtan árum síðani, lagt seg eftir at framføra tilfar, sum ikki áður er framført í Føroyum, og tað mesta avtilfarinum á Shakespearekonsertini er ikki framført her um leiðir. Hetta merkir tó ikki, at tilfarið á Shakespearekonsertunum er torskilt. Talan er um eina sera fjølbroytta konsert við plássi fyri bæði dapurleika og skemti. Á skránni eru millum annað tríggjar frumframførslur av verkum, sum ávikavist Pauli í Sandagerði, Unn Paturson og Tróndur Bogason hava skrivað til kórið, eins og bæði eldri og nýggjar kompositiónir hjá ymiskum útlendskum tónaskøldum. Framførdir verða millum annað tríggir Shakespearesangir, sum bretska tónaskaldið R.Vaughan Williams skrivaði í 1951. Upprunaliga vórðu hesir sangirnir gjørdir til eina kórkapping, og teir eru av sonnum eisini ein avbjóðing at syngja. Tað sama er galdandi fyri teir fýra Shakespearesangirnar hjá Jaakko, sum eisini eru hugfarsligir og undirhaldandi Tarira framførdi tveir teirra á Kórfestivalinum í ár og vann eina virðisløn fyri framførsluna. Fyrra konsertin var í Gulu Smiðju í Runavík mikukvøldið og tann seinna verður í Læraraskúlahøllini leygarkvøldið 29.oktober klokkan 19. Arbeiðsloysið í Føroyum er størst í Suðuroy. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Hagstovu Føroya yvir arbeiðsloysið í landinum 1. august. Í Suðuroy var arbeiðsloysið 4,9 prosent, í Sandoy var talið 1,6 prosent. Sostatt var arbeiðsloysið í Suðuroy tríggjar ferðir størri enn í Sandoy. Tað eru munandi fleiri kvinnur enn menn, ið eru arbeiðsleysar í Suðuroy. 5,9 prosent av kvinnunum og 4,2 prosent av monnunum vísa tølini. Samlaða arbeiðsloysið í øllum landinum er minkað eitt lítið vet. 1. august í 2015 vóru 811 fólk í Føroyum arbeiðsleys, 1. august í ár var talið 782. Tey flestu arbeiðsleysu í Føroyum eru 25 34 ár. Minsta arbeiðsloysið er hinvegin í aldursbólkinum 45 54 ár. Tølini eru ávikavist 4,0 og 1,8 prosent. Í tølunum hjá Hagstovuni verður ikki gjørdur munur á, um fólk, ið ikki arbeiða, eru í Arbeiðsloysisskipanini ella í skipanini hjá Almannaverkinum. Har var eitt nú ávarað ímóti at eta bæði salt og køkur, og eftir sat tónleikarin við kensluna av, at hetta var ein sera tyngjandi støða at koma í. Tað sigur Hallur Ellingsgaard, sum hevur verið bygdaráðslimur í gomlu Oyndarfjarðar kommunu, og eftir samanleggingina við Runavíkar kommunu. Ein nýggj samgonga millum Siumut, Inuit Ataqatigiit og Partii Naleraq verður í løtuni klokkan 12 44 kunngjørd á tíðindafundi í Nuuk, skrivar KNR . Sostatt er eisini greitt, at Attasut og Demokratarnir verða tveittir úr nýggju samgonguni í Grønlandi, skrivar grønlendska blaðið, Sermitsiaq . Tað kemur ikki óvart á, at nýggj samgonga verður skipað í Grønlandi. Teir tríggir flokkarnir, ið sótu í samgonguni, høvdu trupult at finna stevið. Ein av teimum stóru uppgávunum hjá nýggju samgonguni í Grønlandi verður at fáa eina nýggja fíggjarlóg upp á pláss, skrivar blaðið. Nýggja samgongan í Grønlandi hevur ein greiðan meiriluta aftanfyri seg. Samgonguflokkarnir hava 24 av teimum 31 sessunum í Landstinginum. Tað sigur Hallur Ellingsgaard, sum hevur verið bygdaráðslimur í gomlu Oyndarfjarðar kommuna, og eftir samanleggingina í Runavíkar kommunu. Avlopið hjá Suðuroyar sparikassa fyrra hálvár í ár var eina millión krónur áðrenn skatt. Tað skrivar Suðuroyar sparikassi á heimasíðuni . Fyrstu seks mánaðirnar var vøkstur í bæði innlánum og útlánum hjá Suðuroyar sparikassa. Vøksturin var ávikavist 5,5 prosent og 6,2 prosent. Tað byrjar meira og meira at líkjast teimum stuttligu tíðunum í 2005 2008, tá alt gekk gott og skjótt, sigur Søren Bruhn, stjóri í bankanum. Hóast vøksturin í útlánum hjá bankanum var 6,2 prosent fyrra hálvár, so tekur Suðuroyar sparikassi síni fyrivarni, nú tíðirnar eru góðar. Bankin er byrjaður at vera meira varin við útlánum, sigur Suðuroyar sparikassi. Úrslitið í 2016 verður 1,2 milliónir krónur áðrenn skatt, væntar bankin. Kommunan keypti bygningin frá BankNordik fyri 40 milliónir krónur, og hevur nú selt bæði bygningin og grannaognina fyri 41,5 milliónir krónur. Bygningsstyrelsen yvirtekur bygningin 1. november. Ætlanin er at umvæla og at byggja aftrat, so samlaði kostnaðurin verður umleið 106 milliónir krónur. Í seriuni Breaking Bad er høvuðspersónurin meth kongurin, Walter White. Sonur hansara, Walter Jr., nevndur Flynn, er spastikari. Í staðin fyri at fáa ein royndan sjónleikara at spæla leiklutin sum spastikarin, hevur Vince Gilligan, skrivari og framleiðari av seriuni, valt ein, ið veruliga er spastikari, nevniliga RJ Mitte. Eg haldi, tað er sera umráðandi, at vit hava veruligar søgur í sjónvarpinum, ið veruliga ávirka hyggjaran. Fólk vilja síggja realismu. Fólk vilja síggja leiklutir, sum tey kenna seg aftur í, og tað er tað, sum er so gott við Breaking Bad. Serian hevur persónar, sum øll kunnu kenna seg aftur í, sigur RJ Mitte, ið ikki sær seg sjálvan øðrvísi enn onnur fólk. Pláss er ikki fyri risaskipunum, sum móðurfelagið Eimskip ætlandi fer at nýta at flyta farmin úr útnorðri til meginlandið um tvey ár, vísir Bogi Nielsen, stjóri í Faroe Ship, á. Bara í átøkunum síðstu hálvaaðru vikuna meta vit, at umleið 800 900 hermenn hjá Islamskum stati eru dripnir, sigur Joseph Votel, herovasti, sambært AFP. Álopini byrjaðu fyri 10 døgum síðani, og hava higartil verið miðsavnað á býir og í lendinum uttan fyri Mosul, ið er næststørsti býurin í Irak. Mótstøðan kann tó gerast dyggari tá irakisk herlið taka seg inn í sjálvan býin. Tað er torført at siga, hvussu nógvir IS hermenn eru í økinum, sigur generalurin. Amerikanarar hava áður mett, at 3500 5000 jihadistar frá IS eru í irakiska stórbýnum, meðan hildið verður, at felagsskapurin hevur 2000 fólk í býum uttan fyri Mosul. Donsk hernaðarflogfør hava eisini tikið lut í álopum á Islamskan stat í Mosul. Tað upplýsti danski ráðharrin í verjumálum, Peter Christensen, sambært DR , fyrradagin. Men Turið Arge Samuelsen og hinar á kyndilsliðnum megnaðu ikki at fylgja við í seinna hálvleiki , og endin var, at greipuvinnarnir vunnu stórsigur. Bíðilistarnir at fáa røktarpláss í Tórshavnar kommunu eru eisini ein byrða hjá Landssjúkrahúsinum. Støðan higartil í ár er verri enn undanfarin ár. Á Klaksvíkar sjúkrahúsi hava tey havt liðugt viðgjørdar sjúklingar í tilsamans 406 dagar. 70 prosent av teimum hoyra til norðoyaøkið. Vit ætlaðu at tosa við Heðin Mortensen, borgarstjóra í Havn, hvussu kommunan raðfestir eldraøkið, men tað hevur ikki eydnast at fáa svar frá Heðini Mortensen í dag. Ósemja við Demokratarnar og Attasut gjørdi, at Kim Kielsen, landsstýrisformaður úr Siumut, avgjørdi at slíta samgongusamstarvið, og í dag kunngjørdi hann, at Siumut, IA og Partii Naleraq hava skipað nýtt landsstýri. Ein frágreiðing, sum kommunan læt gera fyrr í ár, vísir, at neyðugt verður at byggja 160 røktarpláss næstu 15 árini, skal stigið haldast. Hoyr Jonas Løvschall Wedel, tíðindamann hjá grønlendska kringvarpinum, gera metingar um nýggja landsstýrið millum Siumut, IA og Partii Naleraq. Í sendingini hesa ferð hitta vit kvinnurnar handan leikin Einaferð var tað eg , Mariann Hansen og Duritu Dahl Jacobsen. Tær fara at greiða frá hugsanini handan leikin um nýfeminismu, Tann Pena Gentan, intuitión, ævintýr og at vakna upp frá líkasæluni. Eisini er nýggj krimiskaldsøga givin út, har rithøvundur er navnframi klaksvíkingurin, Steintór Rasmussen, ið vanliga verður tilknýttur til tónleikaheimin. 7,6 milliónir krónur manglaðu í at fáa bygningin lidnan. A.P. Møller Fonden og Tvøroyrar býráð hava játtað tríggjar milliónir krónur hvør. Nú vil andstøðan í Løgtinginum hava tingið at játtað rest, hóast Ólavur Rasmussen, formaður í Saltgrunninum, hevur sagt, at grunnurin tekur lán, fyri at fíggja tað, ið manglar í. Bjarni Hammer hevur fyri stuttum sjálvur roynt at fáa undirtøku í tinginum, fyri uppskoti, um at veita eykajáttan til SALT, men slepti ætlanini, tá undirtøka ikki fekst fyri hesum. Aksel V. Johannesen hevur gjørt púra greitt, at samgongan skal atkvøða saman í málinum, men løgmaður vildi ikki siga í seinastu viku, um samgongan fer at taka undir við málinum. Høvuðsmálini á hesum samráðingum vóru at royna at finna nýggjar semjur um býtið millum strandarlondini av hesum báðum stovnum, men tað eydnaðist ikki Strandarlondini samdust tó um fleiri onnur mál, har serliga tvey teirra hava stóran týdning, skrivar heimasíðan hjá Fiskimálráðnum. Í norðhavssildini samdust strandarlondini um at fasthalda gomlu langtíðar umsitingarætlanina frá 1999 og at áseta 646.075 tons í heildarkvotu fyri 2017. Herfyri undirskrivaðu Samferðslumálaráðið og Tórshavnar kommuna avtalu um innkomuvegin og á býráðsfundi hóskvøldið samstkti býráðið loysnina. Landið fyrireikar í løtuni arbeiðið, at gera nýggja innkomuvegin, og hevur sett av 27 milliónir krónur av til arbeiðið, sum byrjar í 2017. Vit hoyra 1. part av spøkilsissøguni Spøkilsið sum flenti. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2006. Sámal Soll týddi til føroyskt og Jóannes N. Dalsgaard lesur. Skjótt verða betri parkeringsviðurskifti á Hálsi í Havn. Eftir ætlanini kunnu teir fyrstu bilarnir parkera á økinum tíðliga í november. Tá parkeringsøkið er liðugt, verður pláss fyri 90 bilum á nýggja parkeringsøkinum, sum liggur millum høllina á Nabb og R. C. Effersøesgøtu. Vit hoyra 2. part av spøkilsissøguni Spøkilsið sum flenti. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2006. Sámal Soll týddi til føroyskt og Jóannes N. Dalsgaard lesur. Vit hoyra fyrsta part av søguni Tann nýggi drongurin. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2006. Sámal Soll týddi til føroyskt og Jóannes N. Dalsgaard lesur. Frá 1. januar 2017 krevst vápnaprógv. Persónar, sum eru 18 ár ella eldri og hava staðið vápnatrygdarskeiðið, kunnu søkja um vápnaprógv. Hesi bæði feløgini áttu lægsta tilboðið at byggja Skúlan á Fløtum, tá hann varð boðin út aðru ferð. Tilboðið hjá Articon og Búsetur er uppá slakar 268 milliónir krónur. Í praktiska partinum læra næmingarnir um sjómansskap, og tá tað viðrar eru teir á floti og hava møguleika at royna ymsan reiðskap. Ástøðiligi parturin er undirvísing, sum er skipað av lærarum á Vinnuháskúlanum og við skúlaárslok hava næmingarnir møguleika at fáa prógv fyri frítíðarsiglarar. Aftrat hesum fáa næmingarnir trygdarskeið. Praktiski parturin á sjónum er treytaður av, at næmingar hava atgongd til bát. Í apríl samtykti býráðið at lata 200 túsund krónur til keypa ein bát. Talan er um ein 27 fót glastrejvabát, sum nú er tikin í nýtslu. Í kvøld skulu ársins spælarar kjósast, tá Miðlahúsið skipar fyri tiltakið í Hotel Føroyum. Hjá monnunum sæst aftur, at Víkingur og KÍ hava havt eitt sera gott kappingarár. Hjá kvinnunum eru tað KÍ og EB Streymur Skála, ið eiga teir flestu spælararnar, sum eru tilnevndir. Tað eru venjarar, liðskiparar og fjølmiðlafólk, sum hava atkvøtt. Hesi eru tilnevnd Ársins spælari, menn Andreas Lava Olsen, Víkingur Páll A. Klettskarð, KÍ Sølvi Vatnhamar, Víkingur Ársins ungi spælari, menn Hørður Askham, B36 Jákup B. Andreasen, KÍ Jóannes Bjartalíð, KÍ Ársins málverji, menn Geza Turi, Víkingur Kristian Joensen, KÍ Teitur M. Gestsson, HB Símun Rógvi Hansen, NSÍ Ársins verjuspælari, menn Atli Gregersen, Víkingur Erling Jacobsen, Víkingur Jonas Flindt Rasmussen, KÍ Ársins miðvallari, menn Árni Fredriksberg, NSÍ Semir Hadzibulic, KÍ Sølvi Vatnhamar, Víkingur Ársins áleypari, menn Andreas Lava Olsen, Víkingur Klæmint A. Olsen, NSÍ Páll A. Klettskarð, KÍ Ársins venjari, menn Anders Gerber, NSÍ Mikkjal Thomassen, KÍ Sámal Erik Hentze, Víkingur Ársins dómari í Effodeildini Dagfinn Forná Lars Muller Petur Reinert Ársins spælari, kvinnur Ansy Sevdal, EB S Skála Milja Simonsen, HB Rannvá B. Andreasen, KÍ Ársins ungi spælari, kvinnur Ásla Johannesen, B36 Evy á Lakjuni, KÍ Milja Simonsen, HB Ársins málverji, kvinnur Anna Hansen, EB S Skála Ana Ivanov, KÍ Jóna Nicolajsen, B36 Ársins verjuspælari, kvinnur Durita Hummeland, EB S Skála Rakul Magnussen, EB S Skála Súsanna Maria Hansen, B36 Ársins miðvallari, kvinnur Ansy Sevdal, EB S Skála Rannvá B. Andreasen, KÍ Eyðvør Klakstein Ársins áleypari, kvinnur Hervør Olsen, KÍ Margunn Lindholm, EB S Skála Milja R. Simonsen, HB Ársins venjari, kvinnur Aleksandar Jovevic, KÍ Alexander Djordjevic, B36 Erik Ernesto, EB S Skála Ársins Dómari í kvinnukappingini Andrew Christiansen Kjartan á Gravarbø Stephan Petursson Tiltakið byrjar klokkan 19.00. Rás 2 sendir beinleiðis. Fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur føroyska fiskamatstovan Barbara møguleika at vinna The Nordic Prize. Talan er um virðisløn, ið verður latin bestu matstovuni í Norðurlondum. Danski matmaðurin, Bent Christensen, sum skipar fyri kappingini, sigur, at tað verður greitt um tríggjar vikur, hvør er besta matstovan í Norðuratlantshavinum. Áður hava matstovur sum Noma og Geranium í Danmark, Matsalen í Svøríki og føroyska KOKS vunnið The Nordic Prize. Marjun og maðurin Vinjard mistu fyrstafødda barnið Kristu, tá hon var hálvt ára gomul. Seinni fingu tey Ingu og Pola og í 2002 doyði Inga av krabbameini. Í 2003 legði Vinjard síni foldareygu aftur. Marjun livir í kristnu vónini og vissuni um, at eina ferð fer hon at síggja tey aftur, sum undan eru farin. Vit hoyra 2. part av spøkilsissøguni Tann nýggi drongurin. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2006. Sámal Soll týddi til føroyskt og Jóannes N. Dalsgaard lesur. Vit hoyra 1. part av spøkilsissøguni Gentan í eldinum. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2006. Sámal Soll týddi til føroyskt og Jóannes N. Dalsgaard lesur. Tey, sum framføra, eru Jóhanna Norðberg Niclasen sang, Eivin Dam Simonsen trompet, Jónas Gaard gittar og Bergur Fonsdal Johannesen Vit hoyra 2. part av spøkilsissøguni Gentan í eldinum. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2006. Sámal Soll týddi til føroyskt og Jóannes N. Dalsgaard lesur. Av tí at kanningararbeiðið ikki er komið á mál, kann politiið einki siga um, hvussu stór peningaupphædd talan er um ella hvar peningaupphæddin er funnin. Hann fegnast um, at so skjótt var borið at við tyrluni, tí tað hevði tikið Topasi sjey átta tímar at siglt inn á Havnina við manninum. Topas siglur undir føroyskum flaggi. Reiðaríið hevur skrivað frágreiðing um hendingina, og Sjóvinnustýrið hevur verið umborð og kannað óhappið. Sjóvinnustýrið krevur nakrar broytingar umborð á skipinum fyri at fyribyrgja at slíkt hendir aftur, sigur Sjóvinnustýrið, og Hans Andrias Kelduberg, stjóri, váttar tað. Sjóvinnustýrið vil einki siga um málið, tí tey eru ikki liðug vil allar kanningar enn. Topas fer væntandi til fiskiskap aftur í dag. Sambært reiðaranum á Topas, Hans Andrias Kelduberg, hevur maðurin einki brotið, men hann fekk somikið stóran skaða innvortis, at neyðugt var at flyta mannin á Landssjúkrahúsið, og har varð hann lagdur undir skurð. Reiðaríið hevur skrivað frágreiðing um hendingina, og Sjóvinnustýrið hevur verið umborð og kannað óhappið. Sjóvinnustýrið krevur nakrar broytingar umborð á skipinum fyri at fyribyrgja at slíkt hendir aftur, sigur Sjóvinnustýrið, og Hans Andrias Kelduberg, stjóri, váttar tað. Fíggjarætlanin hjá Tórshavnar kommunu fyri 2017 verður ikki liðug fyri kommunuvalið 8. november. Nú verða ikki fleiri býráðsfundir í høvuðsstaðnum fyri kommunuvalið. Vit skilja ikki, hvussu eitt land í friðartíð samtykkir slíkt, sigur Maria Zakharova, talskvinna fyri russiska uttanríkisráðið, við NRK. Hon heldur, at samtyktin hjá Stórtinginum samsvarar ikki við politikkin higartil um ikki at loyva útlendskum herstøðum á norskari jørð í friðartíð. At norsku myndugleikarnir siga, at skiftandi herdeildir verða har, sissar okkum ikki. Tað merkir bara, at hermenninir verða útskiftir, meðan støðin verður har, sigur Zakharova. Talskvinnan fyri russisku myndugleikarnar sigur, at teir eru heldur ikki sissaðir av, at hetta verður gjørt til eitt mál um staðseting, langt frá russiska markinum. Hetta er ein roynd at fjalda útyvir venjingar, sum kunnu fara fram í øllum Noregi, sigur talskvinnan fyri russiska uttanríkisráðið. Hon dugir ikki at siga, hvørja avleiðing samtyktin fer at fáa frá russiskari síðu, tað stendur til russiska herin at koma við møguligum móttiltøkum. Russiska uttanríkisráðið hevur ikki ábyrgd av, hvørji móttiltøk møguliga verða sett í verk. Tað er nakað, sum herurin hevur ábyrgd av, og tey fara helst at meta um tiltøkini, sum tey halda eru neyðug, svarar Zakharova. Spurd, um hetta fer at ávirka viðurskiftini millum Noreg og Russland, svarar Zakharova, at hetta bøtur í hvussu er ikki um støðuna. Tað er alneyðugt, at russiskt evropiska samstarvið kemur út úr skotinum, sum tað eru endað í. Samtyktin hjá norsku myndugleikunum fer bara at gera kreppuna verri og djúpari, sigur Zakharova. Í vikuni sigldu tvey russisk krígsskip frá Svartahavsflotanum inn í Eystrasalt. Í skipunum eru langtrøkkandi rakettir, sum kunnu hava kjarnorkuspreingiknøttar. Kelda í russiska verjumálaráðnum váttar fyri blaðnum, Izvestia, at russarar økja um sína hjáveru í Eystrasalti. Fyrstu rakettirnar og skipini eru longu har, segði keldan við blaðið. Formaðurin fyri svensku verjunevndini er stúrin, og sigur at russisku skipini gera ikki støðuna betri í økinum. Í september sendi Svøríki herdeildir til Gotlands, hálvtannað ár fyrr enn ætlað. Nú sigur leiðarin fyri svensku verjunevndini, at hann er stúrin fyri gongdini. Hann sipar til kunningina, sum víðkaða uttanríkis og verjunevndin hjá norska Stórtinginum fekk mánadagin, um at 330 amerikanskir hermenn skulu hava støð í Værnes í Noregi. Tá Noreg sigur, at tey hava brúk fyri amerikonskum hermonnum á norskari jørð, og tað er ikki hent síðani kalda kríggið, skalt tú vita, at her ikki bara talan um svenska massapsykosu. Tað, sum nú hendir, ger meg stúrnan, sigur Allan Widman við SVT. Russisku korvettirnar hava Kalibr kryssararakettir, sum røkka 165 míl. Allan Widman krevur nú, at svenska verjunevndin ber skjótt at, og brúkar pengar til at ræða móti kríggi. Spurdur, um hetta skal tulkast sum, at tað verður kríggj, um Svøríki ikki ber skjótt at, svarar Allan Widman, at tað eru ikki gerðirnar hjá Svøríki bara, sum avgera spurningin um kríggj, men at reellur vandi fyri kríggi er til staðar, tað vit flest øll. Norðurlendsku listavirðislønirnar verða latnar týsdagin, Carl Jóhan Jensen er tilnevndur úr Føroyum fyri fagrar bókmentir fyri skaldsøguna Eg síggi teg betur í myrki . Sunleif Rasmussen hevur smíðað verk til nýggjan norðurlendskan tjóðsang, sum skal framførast á samkomuni. Í Klaksvík situr nýggjur krimihøvundur, og LISA viðger stuðulsskipanina fyri listafólk. Uppprunaliga varð søkt um 100.000 til Suðuroyar Sjúkrahús. Seinni gjørdi leiðslan á sjúkrahúsinum vart við, at tørvur var á 700.000. Grundgevingin er, at meirilutin, tað vil siga samgonguumboðini, hevur endurmett uppskotið frá landsstýrinum, og niðurstøðan er, at umbidna upphæddin upp á átta milliónir krónur ikki skal veitast. Tað segði Ruth Vang, forkvinna í Fíggjarnevndini, í Løgtinginum seinnapartin, tá hon kom við broytingaruppskoti til eykajáttarnaruppskotið fyri september. Vit skulu hava skipan, ið gevur okkum betri vitan um sjúklingarnar á viðgerðarheimunum fyri rúsdrekkamisnýtslu. Vit skulu sostatt eisini hava betri vitan um, hvat almennu pengarnir fara til. Tað sigur Pál Weihe, yvirlækni og professari í fólkaheilsufrøði, nú nógv hevur verið tosað um viðgerðarheim fyri ungar misnýtarar. Hetta er 9. sangleikurin í røðini, ið gongur aftur til Skeyk, sum tóku øll av bóli í 1997. Í ár er so túrurin komin til Feitar tíðir , ið tekur útgangstøði í 80 unum við øllum í hartil hoyrir. Talan er um eina risastóra framleiðslu, sum Rytmiska kórið í Hoydølum skipar fyri í tøttum samstarvi við Musikskúlan, Glasir og Norðurlandahúsið. Forlagið Sprotin gav út bókina í 2015, Edward Fuglø hevur gjørt kápumyndina til føroysku útgávuna. Sonja Kjølbro hevur staðið fyri umbótingini. Farna vikan var merkt av kommunuvalinum bæði manglandi kvinnuumboðan og ov fá ung á listunum. Eisini mentanarstuðul var á dagsskránni. Hon sær ikki nógv til kommunuval í Klaksvík og heldur ikki á netinum. Hon sær bert valagn frá teimum, hon longu er vinur við á facebook. Haraftrat heldur hon ikki, at ung vita nokk um býráðsarbeiði, um tey ikki hava samfelagsfrøði. Í Íslandi vænta tey, at Piratarnir fara at standa seg væl á altingsvalinum í morgin. Og flokkurin er til reiðar at taka við stjórnarvaldinum. Vit vilja, at fólkið skal velja fólkaskúlan. Hinvegin er tað gott at hava eitt alternativ til fólkaskúlan, tí so verður kapping á námsfrøðiliga økinum. Hon heldur ongan vanda vera fyri, at fólkaskúlin verður eftirbátur, tí av teimum 7.000 næmingunum í fólkaskúlanum eru bara 150 í frískúla, og tað hevur verið gongdin seinastu árini. Fiskaaling og Bakkafrost gera royndirnar í felag, og 10.000 lívfiskar í ringum hjá Bakkafrosti verða fluttir inn á Skálafjørðin, meðan kanningarnar verða gjørdar. Umhvørvisfelagssfelgsskapir hava ment eina app á fartelefonini, sum skal gera tað lættari at síggja, hvørjir umhvørvissyndararnir eru. Tað hevur stóran týdning, at barnafamiljur hava góðar umstøður, eisini fyri kommunurnar, tí tað er eingin sjálvfylgja, at børn eru í øllum kommunum. Ymisk hugtøk verða nýtt undir kommunuvalinum, ið fleiri ikki kenna. Við í studio vóru tvíburðarnir Silja og Bjørk Svabo Eyðfinnsdóttir og svaraðu einari spurnarkapping um hesi hugtøk. Eisini vóru vit og ferðastu kring landið og prátaðu við ymisk ung fólk um kommunuvalið. 25 ára gamli Dávid Fossdalsá úr Klaksvík hugleiðir um føroyskt fólkaræði og kemur í hesum millum annað inn á ung og áhuga fyri politikki, ungmannafeløg og føroyskar politiskar dynastiir. Ein Gallup kanning, sum íslendska Kringvapið RUV almannakunngjørdi í gjár vísti, at Sjálfstæðisflokkurin fær 27 prosent av atkvøðunum, Piratarnir 17,9 prosent og Vinstri grøni flokkurin fær 16,5 prosent, sambært kanningini. Uppprunaliga varð søkt um 100.000d krónur til Suðuroyar Sjúkrahús. Seinni gjørdi leiðslan á sjúkrahúsinum vart við, at tørvur var á 700.000, krónum afturat. Fíggjarnevndin vildi kortini ikki lata meira enn 100.000 krónur, og hetta var eisini støðan, tá málið var til aðru viðgerð í løgtinginum. Men brádliga skifti fíggjarnevndin hugsan. Tá triðja viðgerð var í tinginum í gjár, mælti meirlutin í nevndini til, at Suðuroyar Sjúkrahús fekk 700.000 krónur í eykajáttan, umframt tær 100.000, ið biðið varð um av fyrstan tíð. Í frágreiðing til fíggjarnevndina og landsstýriskvinnuna í heilsumálum, sigur sjúkrahústjórin á Suðuroyar Sjúkrahúsi, at so verður talan um eina samlaða meirnýtslu fyri 2016 uppá til samans krónur 700.000, umframt tær 100.000, ið eru til at styrkja sjúkraflutningstænastuna. Sambært sjúkrahússtjóranum eru serligar lønarútreiðsur, millum annað tí at avloysarir eru settir fyri starvsfólk í farloyvi, at tað hava verið fleiri tilkall og sjúkraflutningur til Havnar, broytt vaktarsamsýning og aðrar serligar umstøður, ið hava gjørt, at lønarkostnaðurin hevur verið hægri enn væntað. Spurningarnir snúgva seg um, hvussu man kann hava eitt familjujólaborðhald, har gamlar damur og sjeikar eru íblandað, um bróstageving altíð er loyvd, og um man skal taka sær av jarðarferð hjá familju, sum man ikki hevur samband við. Sum nakað nýtt er nú talan um tvær ymiskar farleiðir eina millum Skopun og Gomlurætt, og eina millum Hest og Gomlurætt og ikki sum higartil, har Teistin onkrar túrar leggur at í Hesti á leiðini millum Skopun og Gomlurætt. Henrik Old, landsstýrismaður, er samdur við Hilmari Eliasen, stjóranum á Strandfaraskip Landsins. Hann metir, at núverandi loysn dekkar mest neyðugu tørvirnar. 15 milliónir krónur, ella tvífalt so nógvan pening, sum nú, vil ÍSF hava frá landinum. Í brævinum, sum ÍSF hevur sent Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum, sigur ÍSF, at føroyskur ítróttur hevur tørv á stórri játtan. Í ár og komandi ár søkir ÍSF um 2,5 milliónir til nýtt hús, eina millión til úrval, sum er ein partur av ÍSF, har ítróttarfólk kunnu søkja stuðul og 11,5 milliónir í játtan til ÍSF. Til samans 15 milliónir krónir. Tey ið eru við í sendingini eru Finn Johannesen um tað at verða klovnur í hesum døgum, tá fólk í klovnabúnum, runt allan heim, hava til stuttleika at ræða onnur. Hallur Joensen um at hava endurvunnið fyrsta plássið á Dansktoppen til lagnum SOS frá dig. Pál Weihe greiddi frá, hví hann gav sínum starvsfólkum møguleika, at koppseta seg fyri krímsjúku. Dánjal Jákup Jørgensen greiddi frá Mikkjalsdøgunum. Vit ringdu til Livar Nysted, sum, saman við fleiri øðrum, ger hjálpararbeiðið í Nakuru, Kenya. Øssur Kjølbro greiddi frá stórmøtunum hjá Kirkjuligu Heimamissiónini í Havn. Fróði Vestergaard fortaldu um Uriah Heep tiltakið við Gjógv. John William Joensen greiddi frá skakandi hending umborð á flogfarinum hjá Atlantsflogið. Markus í Nordnastovu var til seyðasýning í Mikladali. Janus Norðberg greiddi frá pápa sínum Jens Norðberg, nú standmynd verður reist av honum í Hvalba. Og Jákup Magnussen fortaldi um Plátubarrina, sum byrjar aftur í Útvarpinum Sandoyingar kunnu vænta sær fleiri avlýsingar í vetur við Teistanum, tí siglingarrennan í Skopun er smælkað 15 metrar av gróti. Hetta sigur Hilmar Eliassen stjóri á Strandferðsluni. Teknmálstulkatænastan, stovnurin, ið veitir tulk, tá ið samskift verður millum hoyrandi, tunghoyrd og doyv, fær árliga stuðulsjáttan á 1.310 túsund krónur. Stuðulin verður útgoldin frammanundan mánaðarliga sum ávegisgjald. Umframt hasa játtina, fær teknmálstulking eisini aðra stuðulsjáttan, sum er ætlað sum public service tænastan til teknmálstulking av tíðindasendingum og øðrum føroyskum sendingum hjá Kringvarp Føroya. Í 2015 vaks stuðulin við 400 túsund krónum, men komandi fýra árini stendur stuðulin, sambært ætlanum, ikki til at hækka. Hetta harmast Edny Poulsen, teknmálstolkur um. Hóast Edny Poulsen fegnast um, at teknmálstulkatænastan hóast halt hevur ment seg seinastu 20 árini, heldur hon enn ikki, at tað er nøktandi at tey koma undir at vera ein stuðulsjáttan á fíggjarlógini. Tað er Uttanríkis og Vinnumálaráðið, sum skipar fyri ferðini. 30. oktober til 2. november vitjar ferðalagið í Beijing, har ið fundir verða við myndugleikar. Millum annað verður farið á fund við heilsufrøðiliga myndugleikan við tí endamáli at tryggja nøktandi heilsufrøðiligar skipanir fyri útflutningi av fiski úr Føroyum til Kina. Eisini verður vitjað á størstu fiskivinnumessu í Asia, og fundur verður eisini við handilsskamarið fyri matvørur. Ferðin varir frá 30. oktober til 4. november. Á ferðini luttaka umboð fyri 14 føroyskar fyritøkur, Vinnuhúsið og Heilsufrøðiliga Starvsstovan, stendur í tíðindaskrivi frá Uttanríkis og vinnumálaráðnum. Íslendska Kringvarpið RUV skrivar, at stjórnin hevur mist níggju tingsessir, og tí fáa Framsóknarflokkurin og Sjálvstæðisflokkurin ikki einsamallir skipað samgongu aftur. Størsti spenningurin var um, hvussu Piratarnir fóru at standa seg á valinum í gjár. Piratarnir endaðu við at fáa 10 sessir, sjey fleiri enn á seinasta vali. Nýggi flokkurin Viðreisn ella Endurveking fekk heilar sjey tinglimir, meðan Javnaðarflokkurin hevur sítt vánaligasta val í søguni og fekk tríggjar tingsessir seks færri enn seinast, og gjørdist harvið minsti flokkur á valinum í gjár. Flokkurin Bjørt Framtíð sum á fyrsta sinnið stillaði upp seinast val var í Íslandi, megnaði so dánt at halda skansan og fekk fýra tinglimir. Fyri valið høvdu Piratarnir, Tey Vinstra Grønu, Bjørt Framtíð og Javnaðarflokkur avtalað at skipa samgongu, fingu tey meiriluta, men tað fingu tey ikki, helst tí nýggi flokkurin Viðreisn stóð seg betur enn væntað og tók atkvøður frá andstøðuflokkunum. Fyrrverandi formaður floksins og forsætisráðharrin Sigmundur Dávið Gunnlaugsson, mátti leggja frá sær í vár, eftir at panamaskjølini avdúkaðu, at hann og konan høvdu fjalt ognir fyri skattavaldinum. Eftir tað tók eitt beiskt stríð seg upp í flokkinum millum nýggja forsætisráðharran Sigurður Inga Jóhansson og frákoyrda forsætisráðharran, sum báðir eru í sama flokki. Stríðið endaði ikki fyrr enn fyri trimum vikum síðani, tá Sigurður Ingi Jóhansson formliga gjørdist formaður í Framsóknarflokkinum. Orsøkin er helst, at fleiri vóru flutt úr býnum í samband við skjálvtarnar í síðstu viku. Tað hevur helst bjargað nógvum, at tey hava valt at bíða í nakrar dagar, áðrenn tey fóru aftur í húsini, skrivar BBC. Jarðskálvtin í morgun rakar slakar tveir mánaðir eftir, at ein stórur skjálvti drap næstan 300 fólk, og oyðilegði fleiri italskar býir í august. Jørgin og Lis Maria Gunnarson, ið búgva í Noreg, vóru farin eitt vikuskifti til Kristianssand saman við dóttrini og tveimum ommudótrum, men tey vóru vakt á miðari nátt. Fleiri stór hús í brendu í grund í miðbýnum í Kristianssand í nátt, og beint við hotellið hjá Jørgeni og Lis Mariu Gunnarson brendi eitt stórt hús, sum rapaði. Stjórnin í Íslandi hevði stóra afturgongd, og misti meirilutan á valinum í gjár. Alt stendur kortini púra opið, tí eingin hevur vunnið greiðan meirilutan og kann skipa eina upplagda samgongu. Avgerðina um hvør sleppur at skipa stjórn, eigur ein spildurnýggjur flokkur, sum fekk eitt rimmarval, sigur Regin Winther Poulsen, sum býr og lesurí Reykjavík. Amerikanska løgmálaráðið hevði heitt á Amerikanksu samveldisløgregluna, FBI, um ikki at upplýsa kongressina um, at FBI fer undir eina nýggja kanning av nýtsluni hjá Clinton av einum privatum servara til teldurbrøv, tá hon var uttanríkisráðharri. Málið er kannað fyrr, men varð latið aftur. Men fríggjadagin kom fram, at teldurbrøv eru funnin á eini telefon hjá manninum hjá einum ráðgeva hjá Clinton, og tí verður málið latið upp aftur. Kanningin verður ikki liðug áðrenn valið, og at upplýsa um kanninginga nú, er ikki í tráð við reglurnar, sum skulu verja ímóti uppíblandan og ávirkan á eitt valúrslit, sigur amerikanska løgmálaráðið. Ovastin á FBI, James Comey, hevur handlað sjálvstøðugt, tá hann upplýsti um hetta fríggjadagin, skrivar BBC. Men tað hevði verið villeiðandi ikki at upplýst um hetta, sigur Comey Hillary Clinton sigur, at hetta er púra óhoyrt og uttan fordømi. Hon heitir á FBI um at leggja allar upplýsinigar fram nú, tí málið verður ikki avgreitt áðrenn valið 8. november Hetta er stórsta skandala síðani Watergate. Nú vóna vit, at rættvísið endiliga sigrar, segði Donald Trump millum annað, tá hann helt røðu í Phoenix í gjár, eftir at tað er komið fram, at FBI letur málið um teldupostarnar hjá Hillary Clinton upp aftur. Aldarstríðið um Føroya stórsta vatn hevur gjørt nógv um seg í gjøgnum tíðina. Ymiskt er, hvat fólk nevna tað. Tey í Vága kommunu nevna tað Leitisvatn, og hinumegin vatnið í Sørvágskommunu verður tað nevnt Sørvágsvatn. Tað er eitt sindur av eigarakenslu av, hvør skal eiga hetta vatnið, heldur Flemming Niels Kristian Højgaard. Tó má Flemming viðganga, at stríðið ikki ber líka stóra týdning í dag, tí nøkur ung hava givið tí eitt nýtt heiti. Sigurður Ingi Jóhannsson verður sitandi sum forsætisráðharri í eini starvsstjórn, til nýggj stjórn er skipað eftir altingsvalið leygardagin. Hann er formaður í Framsóknarflokkinum, sum fekk ein frammaná á valinum leygardagin. Flokkurin hevði 19 tingsessir fyri valið, men hevur nú bara átta. Hin stjórnarflokkurin, Sjálfstæðisflokkurin, hevði framgongd av valinum, og hevur nú 21 av teimum tilsamans 63 sessunum í altinginum. Forsetin fer væntandi at biðja formannin í Sjálfstæðisflokkinum, Bjarna Benediktsson, um at royna at skipa stjórn. Forsetin fer at hitta floksformenninar í dag. Bjarni Benediktsson, sum var fíggjarmálaráðharri í fráfarandi stjórnini, hevur sagt, at hann ætlar at skipa stjórn við trimum flokkum, men hvørjir teir vera, er ikki greitt. Stjórnarflokkarnir mistu meirilutan á altingsvalinum leygardagin, og nýggi flokkurin, Viðreisn, sum fekk sjey tingsesssir, er komin í eina lyklastøðu, nú farið verður undir stjórnarsamráðingar. Piratflokkurin, sum í veljarakanningunum stóð til at fáa 20 prosent av atkvøðunum, fekk kortini ikki so gott val. Tá avtornaði fekk hann 14,5 prosent. 195.200 fólk vóru á vali leygardagin. Tað eru 79,2 prosent av teimum, sum høvdu valrætt. Valluttøkan var søguliga lítil. Á altingsvalinum í 2013 valdu 81,4 prosent. Útoyggjafelagið mælir eisini til, at eitt skip, sum bæði kann taka bilar og farm, verður sett í sigling út í Hest, til undirsjóvartunnilin er tikin í nýtslu. Felagið vísir á, at fólkatalið í Hesti minkaði meira enn 51 prosent frá 2003 til 2013, og sama tíðarskeið er miðalaldurin hækkaður úr 43 upp í 63 ár. Ein stór orsøk til hesa støðuna er ferðasambandið, sigur Útoyggjafelagið. At tænastustigið lækkar er við til at skapa eina negativa gongd. Samferðsluráðið og Løgtingið eiga at taka stig til at loysa trupulleikan á hestleiðini. Hestur kann ikki verða offrað fyri eina aðra farleið. Báðar farleiðirnar skulu vera nøktandi, sigur Útoyggjafelagið millum annað í skrivinum til landsstýrismannin í samferðslumálum og Løgtingið. Linari reglur skulu galda fyri strandfaraskipini, tá ið tey beina spillivatn burtur. Heilsu og innlendismálaráðið hevur sent uppskot um at broyta kunngerðina um kloakkspillivatn á skipum til hoyringar. Umhvørviseftirlitið hjá Vørn er komið eftir, at fleiri strandfaraskip lúka ikki krøvini í kunngerðini um útbúnað til at viðgera kloakkspillivatn. Landsstýrismaðurin í samferðslumálum hevur tí spurt Heilsu og innlendismálaráðið, um tað ber til í lóggávuni at bera so í bandi, at strandfaraskipini ikki koma undir krøvini frá 2005 Spurt verður eisini um skipini ikki kunnu halda fram við at beina burtur óviðgjørt kloakkspillivatn á sjógvi, soleiðis sum tað fyrr hevur verið loyvt. Umhvørvisstovan, sum hevur viðgjørt spurningin, sigur, at tað eru tveir møguleikar. Annar er at áleggja strandfaraskipunum at goyma spillivatnið umborð, og so tøma tað í eina góðkenda móttøkuskipan í landi. Sagt verður, at henda loysnin kann verða trupul at fáa at virka skjótt, tí útbúnaðurin á skipunum er ikki so væl innrættaður til at goyma og tøma kloakkspillivatn. Hin møguleikin er heimild í Marpol sáttmálanum um at seta linari reglur í gildi fyri skip, sum ikki eru í altjóða sigling, og Heilsu og innlendismálaráðið mælir tí til at brúka hesa loysnina. Danska tónaskaldið Vagn Holmboe var ógviliga hugtikin av føroysku kvæðatraditiónini, og semja er um, at fáur hevur sum Holmboe megnað at fingið tað føroyska kvæðastevið so væl við í sínar kompossiónir, sum hann hevur gjørt til yrkingar eftir William Heinesen, Christian Matras, J.H.O. Djurhuus og Karsten Hoydal. Hann hevur gjørt 22 tónleikaverk til føroyskar tekstir. Í 1995 vitjaði útvarpsmaðurin Tórður Mikkelsen tónaskaldið og um hetta mundið hevði Havnarkórið heiðurskonsert fyri honum í Ramløse kirkju, og Holmboe varð útnevndur sum heiðurslimur í Havnarkórinum. Tvær sendingar komu burtur úr hesari vitjan, og hetta er tann seinna, sum verður send aftur í Útvarpinum nú. Tann fyrra hevur heitið Holmboe og tónlistin . Tónaskaldið doyði longu árið eftir, í 1996. Umframt Vagn Holmboe sjálvan, verður í hesi sendingini eisini tosað við Ólav Hátún, kórleiðara, Sonju Kristoffersen, kórsangara, og Sunleif Rasmussen, tónaskald. 30 kvinnur vórðu valdar í Altingið, tá val var í Íslandi leygardagin. Tað svarar til 48 prosent, skrivar íslendski netmiðilin, visir.is Kvinnur eru í meiriluta í flokkunum Bjørt Framtíð, Framsóknarflokkurin og Vinstra Grøna. Hjá Piratunum eru eins nógvar kvinnur og menn. Steintór tekst eisini við skaldskap, og 20. oktober gav hann út fyrstu krimiskaldsøgu sína, Deyðin fer í bindiklubb á forlagnum Sprotin. Samtíðarbrotssøgan gongur fyri seg í fiktiva býnum, Norðvík, har ein 42 ára gamal maður verður funnin dripin við stokkum gjøgnum háls og bringu. Spurningurin er nú, hvør tað er, ið fremur slíkt drápsverk, og hvør orsøkin til brotsgerðina er. Vit hitta Steintór í Klaksvík til prát um bókina í mun til tema, samfelagsviðurskifti, átrúnað og áhugan fyri at skriva júst krimiskaldskap. Í brævi, sum Kommunufelagið hevur sent Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum, verður sagt, at kommunrnar fáa ov lítið inn í forskatting av pensjónum. Kommunurnar væntaðu at fáa 285 milliónir krónur fyri forskatting av pensjónum, men tær fingu 277 milliónir krónur, eru átta milliónir minni enn væntað. Hetta verður gjørt, hóast tað ongantíð hevur verið nevnt í samráðingum millum land og kommunur, sigur Kommunufelagið í skrivinum til Fíggjarnevndina. Sambinding snýr seg um at binda menniskju saman. Vit binda føroyingar saman við tilflytarum. Og tilflytarar saman við føroyingum. Og tey fáa høvi til at hittast í eygnahædd. Ætlanin við tiltakinum er at skapa karmar fyri einum positivum møti ímillum menniskju. Hetta sigur Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi Føroyar Átakið Sambinding, á enskum Intertwining, er eitt samstarv millum Reyða Kross Føroyar, býarbókasøvn kring landið, og tey, sum skipaðu fyri Hvussu kunnu vit hjálpa. Fleiri av teimum, sum koma til Føroya, eru í netverkum við landsfólk, haðani tey koma, og í samkomum. Hetta er eitt møti millum tey nýggju og tey gomlu. Tann fyrri var ímóti vertstjóðini Írlandi og endaði 6 0 til Írland. Síðani hittu føroysku genturnar Ísland, og har endaði dysturin 4 0 til Íslendsku genturnar. Bára Skaale Klakstein vísir á, at hóast úrslitini ikki hava verið tey bestu, so hava leikararnir víst sera gott spæl í báðum dystunum. Eydnast tað at framleiða rogn úr føroyska laksinum, er líkt til, at rognaframleiðslan verður á privatum hondum, og tað verður Bakkafrost, sum fer at standa fyri tí einsamalt. Hinar fyritøkurnar hava ikki hug at vera við, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum. Hinar alifyritøkurnar kunnu framvegis innflyta rogn, og eru tískil ikki tengdar at rognframleiðsluni hjá Bakkafrosti, sigur Poul Michelsen. Hesa ferð hoyra vit millum annað Temptation Rag við Mette Sønderskov og Kom og dansa við Ólavi Højgaard. Lagt til rættis Hanna og Terji Jakobsen. Tað vísir ein nýggj veljarakanning, sum Fynd hevur gjørt fyri Miðlahúsið, og sum verður almannakunngjørd í Sosialinum seinnapartin. Tjóðveldi fær, sambært kanningini hjá Miðlahúsinum, eitt umboð afturat, og fær tí fýra fólk í Tórshavnar býráð. Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin ganga eisini fram, men tó ikki so mikið, at tað gevur fleiri fólk í býráðið. Fólkaflokkurin hevur tvey og Sambandsflokkurin eitt umboð í Tórshavnar býráð. Í umbønini til Fíggjarnevndina biður ÍSF um 2,5 milliónir krónur næsta ár til nýtt ÍSF hús, eina millión til úrval, ið er ein skipan undir ÍSF, og 11,5 milliónir til ÍSF. Tað fara væntandi at ganga tvær tríggjar vikur áðrenn nýggj stjórn er skipað í Íslandi, sigur føroyski sendimaðurin í Íslandi Bjarni Benediktsson, formaður í Sjálvstæðisflokkinum, hevur fingið litið upp í hendi at skipa nýggja stjórn í Íslandi eftir altingsvalið leygardagin. Sjálfstæðisflokkurin gjørdist størsti flokkur á valinum, og Petur Petersen, føroyskur sendimaður í Reykjavík, sigur, at hann hevur fleiri møguleikar. Fyri fyrstu ferð í 27 ár vitjar ein pávi í Svøríki. Tað hendir, nú Frans pávi vitjar í Svøríki fyri at hátíðarhalda, at 500 ára dagurin fyri trúbótina nærkast. Endamálið við vitjanini hjá pávanum í Svøríki er, at sameina kristin um allan heimin, segði Frans pávi í eini fráboðan á Twitter áðrenn vitjanina. Eg biði tykkum vinarligast biðja fyri, at ferð mín til Svøríkis kann verða við til at sameina øll kristin, segði hann í almennu fráboðanini. Greinin heldur fram niðanfyri. Tað er ein heiður, at pávin kemur til Svøríkis, nú vit hátíðarhalda, at 500 ár eru liðin síðani trúbótararbeiðið byrjaði, segði Stefan L fven, forsætisráðharri. Eftir almennu móttøkuna á døgurða skal pávin heilsa uppá kongafamiljuna, til gudstænastu í Lund og halda røðu í Malm Arena, har 10.000 katolikkar savnast. Katólska kirkjan hevur vaksandi undirtøku í Svøríki. Síðstu 10 árini er limatalið vaksið 38 prosentstig ímeðan fólkakirkjan hevur mist 11 prosent av limunum. Á hvørjum ári samlar sjómannadagurin í Klaksvík fleiri túsund fólk úr øllum landinum á havnarøkinum á vestursíðuni í Klaksvík, og í ár vóru føroysku træseglskipini og gomlu føroysku bátarnir úr Svínoy millum tey áhugaverdu tiltøkini á sjómannadegnum. Alt á sjómannadegnum er ókeypis, eisini maturin. Í ár vóru tveir kendir fish og chips kokkar úr Bretlandi og borðreiddu við fiski, sum Gadus hevur fiskað. Hetta var sera væl umtókt og fólk stóðu í bíðirøð upp í fimm tímar fyri at fáa fish og chips frá Hanusi Hansen reiðara. Sjálvur sjómannadagurin er leygardag, men í Klaksvík hava tey hesi seinastu árini havt sjómannadagar alla vikuna við við fyrilestrum, kjakfundum og øðrum tiltøkum. Tórður Mikkelsen var við mirkofonini frá morgunstundini á sjómannadegnum leygardagin 20. august í ár, og úrslitið er at hoyra í sendingini Við Tórði á túri á sjómannadegi í Klaksvík. Tað er avgerandi, at breið undirtøka er í Landstinginum fyri grønlendsku stjórnarskipanini, sigur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, sambært KNR. Tað er skilagott at formalisera viðurskiftini millum Grønland og Danmark, heldur Sjúrður Skaale, annar av føroysku fólkatingslimunum. Tað er umráðandi, at fáa breiða undirtøku í grønlendska Landstinginum, sambært Sjúrði Skaale, skrivar grønlendska kringvarpið á heimasíðuni . Tú kann ikki kroysta nakað ígjøgnum við einum lítlum meirluta. Tað má verða okkurt, har øll kenna seg heima, sigur Sjúrður Skaale við KNR. Tað skal vera ein stjórnarskipanartekstur, har bæði loysingarfólk og sambandsfólk kenna seg heima, sigur føroyski fólkatingsmaðurin. Søren Espersen, framsøgumaður hjá Dansk Folkeparti, dugir ikki at síggja, hvat ein grønlendsk stjórnarskipan skal brúkast til beint nú. Hon kann gott liggja í skuffuni, men hon hevur onki virði fyrrenn í tí løtu Grønland hevur havt eina fólkaatkvøðu um loysing, sigur Søren Espersen . Framsøgumaðurin hjá Dansk Folkeparti heldur ikki, at orsøk er til at noyða nakað ígjøgnum, sum støðan er í løtuni, skrivar grønlendska kringvarpið, KNR. Benedikt Jóhannesson sigur við fjølmiðlar, at flokkurin hjá honum stendur í eini lyklastøðu, og hann fer at miðja eftir eini liberalari stjórn á miðjuni. Vit eru her fyri at fáa okkara mál framd í verki, og vit gera alt fyri at náa teimum, sigur Benedikt Jóhannesson, formaður í flokkinum Viðreisn. Spurdur, um flokkurin fer at samstarva við Sjálfstæðisflokkin og Bjarta Framtíð, svarar Benedikt Jóhannesson, at hann útilokar einki. Viðvíkjandi minnilutastjórn har Viðreisn og Vinstragrøna flokkin fara í samgongu og við Bjartari Framtíð sum stuðulsflokki, vil hann einki siga. Landsins bestu fótbóltsspælarar eru nú valdir, og sum væntað vóru tað tveir av profilunum hjá føroyameistarunum hjá bæði kvinnum og monnum, sum vórðu kosnir ársins spælarar 2016. Badminton er í stórari menning í Føroyum. Ein orsøk til jaligu gongdina er, at Badmintonsambandið við jøvnum millumbilum sendir spælarar uttanlands at royna seg. Teir siga, at nevndarviðgerðin hevur ikki givið meirilutanum høvi at broyta hugsan. Tvørturímóti er sannføringin styrkt, og meirilutin mælir Løgtinginum til at atkvøða fyri broytingaruppskotinum, sum samgonguflokkarnir løgdu fram við triðju viðgerð. Danskir myndugleikar hava eisini skotið upp at broyta donsku lógina um fíggjarligt virksemi soleiðis, at landsbankin kann heinta upplýsingar beinleiðis frá føroysku peningastovnunum. Kristina Háfoss, landstýriskvinna, hevði fund við danska ráðharran í vinnu og vakstrarmálum 25. oktober. Hon hevur upplýst fyri Fíggjarnevndini, at á fundinum við danska ráðharran varð aftur staðfest, at semja er um myndugleikabýtið. Samgonguflokkarnir siga í nýggja álitinum, at við landsbankanum og váðaráðnum fáa føroyskir myndugleikar betri innlit, styrkta ráðgeving um fíggjarlig viðurskifti og tryggari ávaringarskipan, tá ið ræður um fíggjarligar váðar. Andstøðuumboðini í Fíggjarnevndini mæla frá at samtykkja uppskotið. Tey siga, at samgongan hevur løgnan skund at trýsta málið ígjøgnum uttan at geva Løgtinginum neyðuga tíð til at viðgera tað. Andstøðan sigur, at tað er vanvirðing og sera ófrættakent í tólvta tíma, beint undan triðju viðgerð, at leggja fram uppskot um heilt nýggjar lógargreinar at taka støðu til. Minnilutin sigur eisini, at arbeiðsskjalið hjá landsstýriskvinnuni i fíggjarmálum og danska vinnu og vakstrarmálaráðharranum slapp ikki at verða viðgjørt, tí landsstýriskvinnan hevur hildið tað dult fyri tinginum. Skjalið er nú til taks á heimasíðuni hjá Løgtinginum sum nevndarskjal. Andstøðuflokkarnir í Fíggjarnevndini siga, at teir fingu ongan veruligan møguleika at seta spurningar og fáa svar, áðrenn samgongan enn einaferð skundar málið gjøgnum tingið, og teir mæla Løgtinginum frá at samtykkja tað. Málið kemur til nýggja triðju viðgerð í tinginum 15. november. Bara ein tingfundur verður hesa vikuna. Hann verður fríggjadagin, og tá er framløga á skránni. Tá er seinasta freist at leggja fram lógaruppskot, sum skulu koma í gildi 1. januar. Tað gevur snøgt sagt onga meining, sambært Reiðarafelagnum, sum í staðin mælir landsstýrismanninum og samgonguni til at hugsavna seg um at fremja ta fiskivinnunýskipan, sum skal koma í gildi 1. januar í 2018. Reiðarafelagið vísir á, at landsstýrið ætlar at leggja uppskot um nýggja fiskivinnulóg fyri Løgtingið í vár, soleiðis at hon kann koma í gildi á nýggjárinum næsta ár. Tí gevur tað onga meining at hava eina royndaruppboðssølu í 2017, har kvoturnar verða fiskaðar fleiri mánaðir eftir at fiskivinnulóggávan er løgd fyri Løgtingið. Reiðarafelagið mælir tí landsstýrinum til, heldur enn at skipa eina royndaruppboðssølu afturat í 2017, at krevja pengarnar inn við veiðigjøldum. Reiðarafelagið minnir landsstýrið á, at verandi veiðuloyvi eru einasta trygd fyri, at enn fleiri skip ikki koma inn í flotan at fiska somu fiskar. Tí heldur Reiðarafelagið tað vera burturvið at loyva øðrum enn skipum við veiðiloyvi at bjóða seg fram á royndaruppboðssølu í 2017, sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur róð framundir. Nú liggur tað á politisku skipanini at gera semjurnar, sum kunnu tryggja fiskivinnuni góðar karmar, soleiðis at íløguhugurin aftur verður stimbraður komandi árini, sigur Reiðarafelagið í skrivi til Løgtingið. Felagið heitir tí staðiliga á politisku skipanina um at hugsavna seg um sjálvt nýskipanararbeiðið og gloyma alt um enn eina royndaruppboðssølu í 2017. Nú verða færri nýggir persónbilar fluttir inn. Sambært nýggjastu tølunum frá Akstovuni vórðu 40 færri, nýggir persónbilar skrásettir í oktober enn sama mánað í fjør, 120 í ár og 160 í oktober í fjør. Men tað, sum er farið av árinum, eru til samans 181 fleiri nýggir persónbilar skrásettir í ár enn somu í tíð í fjør, 1717 frá januar til oktober í ár, samanborið við 1536 somu tíð í fjør. Vøksturin er umleið 12 prosent. Verða øll innflutt akfør tikin undir einum, er vøksturin umleið 10 prosent, 2343 í ár samanborið við 2136 frá januar til oktober í fjør. Carl Jóhan Jensen, Bárður Oskarsson og tónleikabólkurin Orka eru øll í uppskoti, nú Norðurlandaráðið letur sínar árligu virðislønir á hátíðarhaldi í Keypmannahavn í kvøld. Carl Jóhan Jensen er í uppskot til norðurlendsku bókmentavirðislønina fyri skaldsøguna Eg síggi teg betur í myrkri. Forspæl til ein gleðileik, sum hann gav út í 2014. Bárður Oskarsson er í uppskoti at fáa norðurlendsku barna og ungdómsvirðislønina fyri barnabókina Stríðið um tað góða grasið, sum hann gav út í 2012. tónleikabólkurin Orka er í uppskoti til tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri útgávuna Leipzig, sum kom út í 2014. Virðislønirnar hjá Norðurlandaráðnum er 350.000 krónur. Í fjør vann SEV náttúru og umhvørvislønina hjá Norðurlandaráðnum. Tí verður tað stjórin í SEV, Hákun Djurhuus, sum fer at handa hesa virðislønina í ár. Harumframt verður nýggi, norðurlendski tjóðsangurin Nordika framførdur fyrstu ferð við hátíðarhaldið í kvøld. Sunleif Rasmussen hevur gjørt lagið til Nordika. Hátíðarhaldið verður í konserthøllini hjá danska kringvarpinum klokkan 19 í kvøld føroyska tíð, og kann síggjast beinleiðis á Kringvarpinum. Óvissurnar eru nógvar, tað einasta greiða er um, er at hann fer at broyta lívið í oynni. Valbussurin vitjaði á Sandoynni mánadagin. Evropa verður í hesum døgum hótt á nógvum økjum, sambært Andrew Parker. Men meðan fokus serliga er á víðgongdar islamistar, er stórsta hóttanin Russland, skrivar The Guardian . Landið brúkar nógva orku og styrki fyri at røkka sínum málum, sigur Andrew Parker og nevnir propaganda, njósning og álop í cyperspace sum dømi um vaksandi ágang úr Russlandi. Sambært ovastanum fyri bretsku fregnartænastuna er tað tó ikki bara Bretland, sum er fyri russiskum ágangi. Ágangurin fer fram kring alt Evropa, sigur hann. Samrøðan við Andrew Parker vekir ans í Bretlandi. Hetta er fyrstu ferð í 107 ára gomlu søguni hjá MI5, at ein sitandi fregnartænastuovasti ger samrøðu við eina avís. Sambært Parker sjálvum noyðist eisini fregnartænasta at broyta seg og greiða fólki frá sínum arbeiði, skrivar bretska blaðið, The Guardian. Innilæstir á botni Stuttsøga eftir William Guy Carr, Fraser Eysturoy týddi og Eyðun Andreassen lesur. Send fyrstu ferð 23. juli 1970. Í sendingini hesa ferð hoyra vit tónleik fyri messingkvintett, floytu og slagverk umframt blásarakvintett. Lagt til rættis Ólavur Olsen. Øll Trivnaðarnevndin tekur undir við uppskotinum hjá Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu, um at broyta reglurnar um serliga viðbót til pensjónistar. Í staðin fyri at fáa viðbót tríggjar ferðir um árið, skal viðbótin býtast og gjaldast í 12 pørtum, so fólki ikki nýtist at bíða so leingi eftir pengunum, heilt upp í fimm mánaðir eftir, at tey hava fingið rætt til at fáa viðbótina. Hóast virðislønirnar hjá Norðurlandaráðnum ikki verða latnar fyrr enn í kvøld, hevur norska Dagsavisen longu nú kunngjørt, hvør fær ta einu virðislønina Og vilt tú vita, hvussu tað fer at gangast Carl Jóhan Jensen, sum er í uppskoti at fáa bókmentaheiðurslønina, í kvøld, skalt tú ikki lesa víðari her . Sambært pappírsútgávuni av Dagsavisen í dag, fær Katarina Frostenson úr Svøríki heiðurslønina fyri yrkingarsavnið. Men norðurlendsku heiðurslønirnar verða ikki handaðar fyrr enn í kvøld, og av røttum eigur tað at verða hildið loyniligt, hvør fær heiðursløn, til hátíðarhaldið hevur verið. Katarina Frostenson, sum sambært Dagsavisen fær norðurlendsku bókmentaheiðurslønina í ár, er lýriskt skald og limur í Svenska akademinum, sum býtir út Nobel heiðurslønina í bókmentum. Dagsavisen umber nú á heimasíðu síni, at blaðið hevur hevur prentað, hvør fær bókmentaheiðurslønina í ár. Tað átti ikki at verið gjørt, skrivar blaðið á dagsavisen.no . Ótryggleiki valdar millum tey, sum hava handil við Streymin, nú farið verður undir Eysturoyartunnilin. Valbussurin hjá Kringvarpinum er í Sundalagnum í dag. Tað heldur Steingrímur J. Sigfússon, formaður í Vinstra Grøna sosialistiska bólkinum í Norðurlandaráðnum. Fráfarandi formaðurin í Norðurlandaráðnum, Henrik Dam Kristensen, ivast í, um tað løgfrøðisliga letur seg gera. Vøksturin er 9,2 prosent, skrivar tunnilsfelagið á heimasíðuni. Higartil í ár hava 838.446 akfør koyrt í Norðoyatunlinum samanborið við 751.544 akfør í fjør. Vit kundu hugsað okkum, at børn í øllum londum fingu bøkurnar uttan postgjald, sigur Beinta Johannesen, marknaðarfólk og blaðstjóri á Strok og Bókaklubbanum. Nýggi luturin kemur sunnudagin, og so verður arbeitt uppá Ternuna mánadagin og týsdagin í komandi viku. Ternan verður so royndarsigld mikudagin. Ternan fer aftur at røkja nólsoyarleiðina mikukvøldið 9. november, um alt gongur sum ætlað, stendur á heimasíðuni hjá Strandferðsluni. Samband er ikki millum minkandi fólkatalið í Hesti og tær broytingar, Strandfaraskip landsins hava gjørt í ferðaætlanini gjøgnum árini. Tað sigur Strandferðslan í kjalarvørrinum á fráboðanini, Útoyggjafelagið sendi út, har felagið sigur ferðasambandið vera orsøk til minkingina. Tað er ikki vantandi sigling, sum er orsøk til fólkaminkingina, eitt nú í Hesti, sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni, sambært Strandfarðaskip Landsins. Í 2001, tá 51 fólk búðu í Hesti, vórðu sigldir 19 túrar um vikuna. Hóast Strandferðslan sigldi 22 túrar um vikuna til 2011 minkaði fólkatalið, sigur Strandferðslan. Tískil ber ikki til at siga, at tað eru broyrtingar í ferðaætlanini hjá Strandferðsluni, sum eru grundin til minkandi fólkatalið í oynni, sambært stovninum. Fólkaminkingin má síggjast í einum breiðari høpi enn bara hyggja at farleiðunum, sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandfaraskipum landsins. Tað kom fram í røðu, sum løgmaður helt á ársfundinum hjá Norðurlandaráðnum, ið verður hildin í Keypmannahavn, sigur Løgmansskrivstovan . Í røðuni segði løgmaður, at Føroyar koma við nógvum til norðurlendska samstarvið, og tí er tað hóskandi, at Føroyar gerast fullgildur limur í samstarvinum. Sum er verður økið millum annað fíggjað við, at kommunurnar fáa ein part av forskattingini av pensjónunum. Tað var undanfarna samgonga, ið fekk fíggingarleistin í lag, men Kristina Háfoss vil hava hann broyttan. Tað siga í øllum førum oddamenn í havnaviðurskiftum í Havn og í Runavík, sum báðir útbyggja hvør sína havn fyri ávíkavist 400 milliónir og 42 milliónir. Nú er ov seint at steðga útbyggingini í Nólsoyarfirði, men sum valevni heldur hann fast um, at einasta gongda leiðin er kommunalt samstarv um íløgur fyri at sleppa undan dupultfunktiónum. Felagið kallar seg Sjálvsognarfelagið Kirkjubøarvegur og hevur í løtuni 52 limir, ið eru pør við børnum, støk við og uttan børn, og eisini eldri pør. Eisini eru limir, ið búgva í Danmark, sum vilja flyta heim, skriva tey, ið standa fyri felagnum, í einum tíðindaskrivi til fjølmiðlarnar. Gongur tað, sum nýggja sjálvsognarfelagið ætlar, verða tey 50 60 húsini bygd í Marknagili, tætt við Glasir, frámerkt á myndini niðan fyri her. Bústaðartrupulleikin í Tórshavnar kommunu er ógvuliga álvarsamur, og tað er ov kostnaðarmikið at leiga ella keypa, siga fólkini handan bústaðarfelagið. Felagið ætlar at keypa 21.000 fermetrar stórt felags grundstykki frá Tórshavnar kommunu, og byggja ein býling, ið minnir um Tórsbyrgi í Eysturbýnum. Nýggja bústaðarfelagið ætlar at byggja smá hús á smærri grundøkjum enn vanligt, soleiðis at byggjast kann skynsamt og bíligt, sigur nýggja bústaðarfelagið. Virðislønin fyri ársins film fór til norðmennirnar Joachim Trier, Eksil Vogt og Thomas Robsahm, sum hava gjørt filmin Louder Than Bombs. Íslendski Arnar Már Arngrímsson hevur skrivað bókina, og fekk við henni virðisløn fyri barna og ungdómsbókmentir. Donsku, Stian Olesen og Klaus B. Pedersen, fingu umhvørvisvirðisløn fyri appina Too Good To Go, sum millum annað hjálpir brúkarum og krambúðum at sleppa undan matspillu. Carl Jóhan Jensen, Bárður Oskarsson og tónleikabólkurin Orka vóru eisini innstillað til virðislønirnar hjá Norðurlandaráðnum týskvøldið. Vinnararnir fáa 350.000 krónur. Bygdaráðið hevði mánakvøldið aðru viðgerð av fíggjarætlanini fyri 2017. Nettoinntøkan fyri 2017 er mett til 46,9 milliónir krónur samanborið við 44,5 milliónir krónur í ár. Fyrradagin hækkaði lønin hjá tingfólkum í Íslandi. Lønin fer upp í 1,1 millión íslendskar krónur um mánaðin, tað eru slakar 66.000 føroyskar krónur. Ískoyti eru eisini komin afturat lønini, millum annað endurgjald fyri ferðing og starvsútreiðslur. Sostatt kunnu tingfólk í Íslandi nú fáa millum 66.000 og 120.000 krónur um mánaðin. Ráðharrar eru eisini farnir upp í løn, tey fáa 110.000 krónur um mánaðin. Íslendski forsætisráðharrin fær 120.000 krónur um mánaðin, og forsetin fær 180.000 krónur um mánaðin. Í sendingini hesa ferð hoyra vit løg av plátuni Points of View við Dave Holland Quintet, ið kom út á ECM Records í 1998 umframt standardar av liveplátuni The Cure við Keith Jarrett Trio, sum eisini kom út á ECM Records, tó í 1991. Dave Holland og Keith Jarrett hava tað til felags, at teir báðir spældu saman við Miles Davis í 1986, sum gjørdi teir báðar heimskendar í jazzverðini. Báðir eru virknir enn. Lagt til rættis Arnold Ludvig. Saksun er eitt tað vakrasta staðið í heiminum, sigur altjóða fjølmiðilin, National Geographic. Saksun er ikki klár at taka ímóti fleiri ferðafólkum, sigur eitt av teimum seks fólkunum í bygdini. Hetta kunnu vit føroyingar frøast um, men hetta eru ikki gleðisboð fyri øll í Saksun. Strandferðslan segði fyrr í ár, at bíleggingarskipanin til Teistan skuldi verða klár 1. november í ár, men nú vit hava 2. november staðfestir Strandferðslan, at hetta ikki verður so. Arbeitt hevur verið við skipanini í eina tíð, og krøvini til skipanini og hvussu hon skal virka, eru um at verða fastløgd, skrivar Strandferðslan á heimasíðuni. Tað er í samband við hetta arbeiðið, at Strandferðslan staðfestir, at arbeiðið við skipanini fer at verða drúgvari enn higartil mett. Strandferðslan miðar ístaðin eftir, at nýggja bíleggingarskipanin til Teistan á farleiðini um skopunarfjørð skal verða klár um ársskiftið. Um eg át majsflykrur til morgunmat, hevði eg sett tær í hálsin, tá ið leiðarin fyri bretsku fregnartænastuna, MI5, ávaraði um, at Russland er vaksandi hóttan móti Bretlandi. Soleiðis skrivar bretski viðmerkjarin og serfrøðingurin í russiskum viðurskiftum, Mary Dejevsky, í bretska blaðnum, The Guardian . Greinin er aftursvar til samrøðu við fregnartænastumannin um, at Russland er størsta hóttanin móti Bretlandi og Vesturevropa sum heild. Mary Dejevsky vil vera við, at Russland er í eini veikari støðu, og hóast Vladimir Putin, forseti, fær nógv burtur úr veiku støðuni, so er tað kortini ein veik støða. Tí er eingin orsøk til at birta upp undir sama slag av orðaskifti, sum vit høvdu undir Kalda krígnum, heldur Mary Dejevsky sambært The Guardian. BTÚ fyri hvønn íbúgva er nógv hægri bæði í Vesturevropa og USA, og tað, sum Russland brúkar uppá hermegi, er brotpartur av tilfeinginum hjá NATO. Mary Dejevsky heldur, at tað serliga eru restirnar av tankagongdini frá Kalda krígnum, sum gera, at MI5 hevur hug at gera Russland til illamann. Harafturat gitir hon, at tað eisini er fyri at koma tættari USA, at politiska skipanin í Bretlandi heldur fast í Russlandi, sum stóra hóttan. Samhandilin við Russland er sera avmarkaður, og tí kostar tað sera lítið at tosa neiligt um Russland ella forsetan, Vladimir Putin. Tílík orð høvdu ikki verið brúkt um Kina, hóast Kina hevur nógv størri vald enn Russland, skrivar Mary Dejevsky, viðmerkjari og serfrøðingur. At enda sigur hon, at tað eisini gagnar MI5 at gera Russland til eina hóttan, tí tað bøtur um møguleikan hjá MI5 at fáa fleiri pengar á bretsku fíggjarlógini. Grønland er nú endaliga strandarland og verður við, tá semja skal finnast um fiskiskapin eftir makreli. Tað boðar Hans Enoksen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, frá í dag. Men í Fiskimálaráðnum í Føroyum eru tey ikki so avgjørd. Har verður bara víst til, at Grønland vil vera strandarland. Aðrar viðmerkingar hevur aðalstjórin, Rógvi Reinert, ikki í dag. Hini strandarlondini eru ES, Norra, Føroyar og Ísland. Grønland hevur bara fiskað makrel í trý ár og hevur ikki verið við, tá strandarlondini hava samráðst um makrelkvotur og býti, tí Grønland hevur ikki verið viðurkent at vera strandarland. Grønland hevur tí ásett sær royndarkvotur. Men Hans Enoksen, grønlendskur landsstýrismaður í fiskivinnumálum, heldur tað vera neyðugt, at Grønland nú er strandarland. Sjálvsagt skulu øll londini, sum fiska makrel, vera við til samráðingarnar, um vit skulu fiska burðardygt, sigur hann við grønlendskar miðlar. Tað er semja um, at Føroyar, ES, Ísland, Norra og Grønland áseta heildarkvotu fyri 2017 sambært langtíðar umsitingarætlanini, sum Føroyar, ES og Norra samdust um í 2016. Avbjóðingarnar hjá kommununum í Suðuroynni eru nógvar. Men fyri oynna sum heild er tað serliga ein avbjóðing, ið má takast í størsta álvara fólkafráflytingin. Kom við umborð á Valbussin, sum í dag og hósdagin vitjar Suðuroy, og hoyr samrøðuna við Áka Bertholdsen, tíðindamann, sum býr í oynni. Skúlastýrini avloystu skúlanevndirnar. Hugsanin við skúlastýrinum var millum annað at staðfesta foreldraumboðanina og gera foreldraleiklutin sjónligari, eitt nú skal formaðurin í skúlastýrinum verða foreldraumboð. Hinvegin kemur hugskotið um skúlastýri úr donsku fólkaskúlalógini. Í Danmark umsita kommunurnar fólkaskúlan burturav. Hjá okkum er umsitingin tvíbýtt millum land og kommunur. Hetta ger tað uttan iva fløktari hjá skúlastýrunum at virka. Frásøgnin er brot úr bókini Føroyar í HM fótbólti , sum kom í 2001. Bókin lýsir gongdina hjá føroyska fótbóltslandsliðnum í undankappingini til HM endaspælið í 2002. Føroyar fingu sjey stig, og tað er higartil besta úrslit í nakrari undankapping. Útvarpsmaðurin Suni Merkistein var sum einasti føroyski tíðindamaður við til allar tíggju dystirnar hjá føroyska landsliðnum, og skrivaði seinni bók um væleydnaðu undankappingina. Minniligasti túrurin mundi vera í Moskva í mars 2001. Hevur tú eitt gjaldkort, sum tað ikki riggar at gjalda við í dag, so kann grundin vera, at bankin tilætlað hevur stongt títt gjaldkort. Eik steingir nú 100 gjaldkort, boðar bankin frá á heimasíðuni. Eisini hjá Norðoya Sparikassa eru Visa Dankort sperrað, sigur bankin . Føroysku gjaldkortini verða sperrað, eftir at tað í síðstu viku kom fram, at teldusníkar kunnu hava fingið fatur á kortupplýsingum. Fyribils er talan bara um Visa Dankort, og ikki Mastercard. Bankin ringir í dag til teirra, ið hava eitt gjaldkort, sum verður sperrað, sigur bankin. Danska fyritøkan, Nets, mælti í síðstu viku til, at 100.000 donsk gjaldkort skuldu sperrast, tí illgruni var um, at upplýsingar vóru komnar í skeivar hendur. Tá boðaði Eik frá , at tað ikki var óhugsandi, at teldusníkar eisini høvdu fingið fatur á upplýsingum um føroyskar kundar. Soleiðis er eisini eftir øllum at døma. Nets upplýsir ikki, hvussu teldusníkarnir kunnu hava fingið fatur á kortupplýsingum hjá kundum. Bara, at talan er um ein útlendskan nethandil. Avloysarabáturin er brikkurin , ið vantar í, fyri at loysa flutningsskyldina til fulnar. Tað sigur Hilmar Eliasen, stjóri í Strandferðsluni. Báturin skal ikki setast í fasta sigling, men brúkast sum avloysarabátur, sigur Strandferðslan í blaðnum, Fólk á ferð, sum stovnurin gevur út. Nýggja áhugafelagið, sum ætlar at byggja bíligar bústaðir í Havn, miðar eftir, at kostnaðurin hjá hvørjum húski skal vera undir eina millión. Tað sigur John Johannesen, ein av teimum, sum nú tekur stig til at gera bíligar bústaðir í Vesturbýnum í Havn. Øll Trivnaðarnevndin tekur undir við uppskotinum hjá Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu, um at dagpengalógin eisini skal fevna um fiskimenn frá fyrsta fráverudegi. Samstundis verður lógin um sjúkratrygd sett fyri fiskimenn sett úr gildi. Sambært uppskotinum skulu fiskimenn bara venda sær eina ferð til eitt stað, um teir verða sjúkir ella fáa skaða. Lógaruppskotið hevur eisini við sær, at fiskimenn ikki longur skulu sjálvir útvega sær váttan frá skipara og læknaváttan innan 14 dagar eftir, at teir eru komnir í land. Song til friheten hjá Afselius mátti vrakast, men Du gamla, du fria hjá Dybeck frá 1844 kundi brúkast, tá Kim Leine fekk til uppgávu at skriva tjóðsang til allar norðurlendingar. Sangurin eitur Nordika, og vit tosa við Maritu Dalsgaard, sum á fyrsta sinni smakkar uppá hann. Populistar reisa seg um alt Europa og í USA, og teir siga, at teir umboða tað rætta fólkið, sum er í andstøðu til eina korrupta elitu og ein undirklassa, sum ikki er partur av rætta fólkinum. Populistar eru antidemokratar, sigur Jan Werner Muller, professari og granskari, ið hevur skrivað bókina Was ist Populismus . Men hví velja fólk populistar, sum eisini hava tað til felags, at teir hava sera einfaldar loysnir til sera torskildar avbjóðingar Kári Holm Johannesen, sosiologur greiðir frá, at ein partur av veljaraskaranum er gloymdur av etableraðu politisku skipanini. Týðandi partur av stuðlunum hjá populistunum eru menn við lægri útbúgving uttan fyri býirnar, sum kenna seg kroystar av globalisering og tøkniligu menningini. Í sendingini verður vitja á Óðinshædd, hjá Tolleftirlitinum, har Jórun Olsen, tolleftirlitsfólk, greiðir frá tí, sum føroyingar í dag keypa á alnetinum, og hvat er loyvt og ikki loyvt at innflyta. Vit hitta fólkini aftanfyri tveir føroyskar nethandlar, Skalkur.fo og Prull.fo, sum hvør í sínum lagi greiða frá teirra royndum við at reka ein nethandil í Føroyum. Rannvá Ragnarsdóttir, Brúkaraumboð í Føroyum, greiðir frá teimum møguleikum, sum ein keypari hevur, tá okkurt gongur gali við keypinum. Endurnýtsla er vælumtókt í hesum døgum, og ein stórur partur av hesum handli fyrigongur á ymiskum Rótikassum á Facebook, og øðrum líknandi heimasíðum. Ida í Kálvalíð starvast í endurnýtslubúðini hjá Bláa Krossi í Kongagøtu í Havn, og hon harmast um kappingina frá øllum Rótikassunum, og stúrir fyri framtíðini hjá handlinum. Í Tinghúsinum hjá Dugna merkja tey ikki nógv til kappingini, men tað er vorðið nakað longri millum teir dýru, góðu lutirnar í byngjunum. Allan Mørkøre, leiðari hjá Dugna greiðir frá. Nú partafelagið Eystur og Sandoyartunnalar hava tikið av láni frá amerikanskum veitarar til at fíggja tunlarnar, nærkast eisini, at byggisáttmálin verður undirskrivaður. Landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Henrik Old, sigur í tíðindaskrivi, at tað hevur verið arbeitt nógv og hart fyri at koma hagar, ið vit eru komin til í dag. Verandi lánstilboð sær út til at gerast týðandi partur í tilgongdini fram ímóti, at byggisáttmálin verður undirritaður heilt skjótt. Lánið er 2,6 milliardir krónur og hevur og fasta árliga rentan er 2,73 prosent, stendur í tíðindaskrivinum, felagið hevur sent fjølmiðlunum. Føroyingar yvirtaka eisini lóggávuvaldið og útinnandi valdið á málsøkinum. Tað sæst í svari frá danska ráðharranum í útlendingamálum, Inger Stjøberg, til fyrispurning frá Søren Espersen, fólkatingsmanni í Dansk Folkeparti. Ein arbeiðsbólkur, mannaður við føroyskum og donskum embætisfólkum, skal fyrireika grundarlagið fyri møguligari føroyskari yvirtøku av málsøkinum. Hóast Føroyar yvirtaka útlendingamál, verða Føroyar framvegis bundnar av millum annað Flóttafólkasáttmálanum hjá ST og evropiska mannarættindasáttmálanum, sæst í svarinum frá danska ráðharranum í útlendingamálum. Vinkulmátari varð settur á ristina, sum lá um 30 stig. Til samans 49 tóv vórðu gjørd 25 tóv norðanfyri frá Viðoynni og eystur um Fugloynna, fyri at fáa blanding av toski, hýsu og upsa. Seks hál vórðu tikin djúpari, norður úr Mýlingi. Síðani varð roynt suður úr Svínoynni, Nólsoyarbanka og Sandoyarbanka. Fyribils sær út til, at ristin skilir væl, skrivar Havstovan . Tað var meira av smáari hýsu og smáum upsa í trolinum við ongari rist, enn í trolinum við rist. Øll fiskasløg vóru mátað og vigað, sigur Havstovan á heimasíðuni. Ein bilur, sum skuldi snara av landsvegnum inn til Kambsdal, rendi í bilin, sum stóð frammanfyri, og stoyturin var somikið harður, at aftari bilurin fór útav vegnum. Føroysku limirnir í Norðurlandaráðnum, Ruth Vang og Jenis av Rana, hava lagt uppskot fyri Norðurlandaráðið um, at Føroyar skulu fáa sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum Men málið skal viðgerðast í fleiri umførum, og eingin tíðarætlan er fyri, nær tað skal verða avgreitt. Formansskapurin viðger málið, og kann síðani mæla ráðnum til at taka undir við uppskotinum. Formansskapurin í Norðurlandaráðnum fer at hava fyrsta fundin um umsóknina í desember, sigur Kaj Joensen, tíðindamaður á Christiansborg. Aðalorðaskifti verður í Norðurlandaráðnum í dag. Tá fer Høgni Hoydal, landsstýrismaður, sum er á fundi í Norðurlandaráðnum fyri Poul Michelsen, landsstýrismann í norðurlandamálum, at leggja málið um sjálvstøðugan føroyskan limaskap fyri norðurlendsku samstarvsráðharrarnar. Landið eigur ábyrgdina av at veita dagtilboð til fólk undir 67 ár, ið hava demens.Tað staðfestir Markamótsnevndin, ið er ein kærunevnd Síðan eldraøkið varð lagt út til kommunurnar, hevur ósemja verið millum land og kommunur um, hvør eigur ábyrgdina av fólki undir 67 ár, ið hava tørv á røkt ella hjálp, sum til dømis fólk við demenssjúkum. Avvarðandi hjá einari kvinnu, yngri enn 67, ið hevur Alzheimers, søktu Almannaverkið um dagtilhald til kvinnuna um dagin, men Almannaverkið svaraði, at tað var kommunan, ið hevði høvuðsábyrgdina. So vendi familjan sær til Tórshavnar kommunu, men kommunan segði, Almannaverkið hevði ábyrgdina og at kommunan ikki hevði tilboð til heimabúgvandi við Alzheimer, og at kommunan hvørki hevur heimild ella skyldu at veita slík tilboð. Málið endaði so hjá Markamótsnevndini. Niðurstøðan hjá nevndini er, at dagtilhald til heimabúgvandi fólk undir 67 ár við demens ikki er ein kommunal uppgáva. Tað vil siga, at uppgávan hoyrir heima hjá landinum. Reglurnar eru ógreiðar heldur nevndin, sum í niðurstøðuni eisini heitir á Almannamálaráðið og Kommunufelagið, sum skjótast um at semjast um greiðari reglur um viðurskiftini hjá fólki undir 67 ár við demens. Nevndin heldur, at fólk undir 67 við demens ikki hava fingið nøktandi raðfesting í lógararbeiðinum, tá eldraøkið varð lagt frá landi til kommunur. Karin Djurhuus, forkvinna í Havnar Sjónleikarfelag og nevndarlimur Birgir Djurhuus, greiða frá veljarafundinum, sum verður í annaðkvøld, fríggjadagin 4. november 2016. Fundurin kann bara upplivast á staðnum, hann verður hvørki upptikin ella stroymdur. Í mun til aðrar er fundurin meira ófiltreraður, og dentur verður lagdur á, at veljarin í ein størri mun stýrir fundinum. Leygardagin 29. oktober skipaði Listafólkasamband Føroya, LISA, fyri ráðstevnu um føroyskan listapolitikk. Limir í starvsnevndini í LISA og yrkislistakvinna kjakast um ráðstevnuna. Regin Guttesen er aktuellur við nýggjari fløgu. Momento , sum fløgan nevnist, varskógvar nýtt stílbrigdi hjá føroyinginum í Suðuritalia. Bólkurin 200, sum Niels Arge Galan, Michael Blak og Una Árting manna, hava givið út sjeyndu útgávu teirra við heitinum, Reytt pass. Niels tosar um føroyska málið, tjóðskaparkenslu og samleika, og um hví 200 ikki flokka seg sum punkbólk. Eilif Samuelsen hevur aftur veitt okkum ein heimsspekiligan dýrgrip á føroyskum. Tað etiska kravið , sum danski heimsspekingurin og gudfrøðingurin K. E. Løgstrup skrivaði, er nú komin í føroyskari týðing. Í hesum sambandi hitta vit Dorthe Pedersen, sum undirvísir í heimsspeki á studentaskúlanum, og hevur stóran áhuga fyri nettupp Løgstrup. Blaðið er lítið ítøkiligt og orðingar sum Tað hoyrist javnan og fyritøkur gremja seg um skulu eitast at undirbyggja pástandir um, at kommunan tekur ávísar fyritøkur fram um aðrar og ikki loyvir øðrum upp í part. Húsaabbin og betongdreingirnir mugu finna okkurt annað at spæla við. Butlaradeildin hevur sum høvuðsuppgávu at halda catwalk dansin gangandi, kostar 8 9 milliónir milliónir krónur umframt at hon skipar fyri sokallaðum umboðandi tiltøkum , uttanlandsferðum, døgverðum og øðrum PR stuntum fyri aðra tvísifraða milliónir upphædd alt fjalt á ymiskum konti. Kommunan eigur ikki at kappast við handilsfyritøkur og vinnuna og eftirlíkna teirra virksemi, sum tað í Tórsgøtu. Kommunan eigur ikki at útiloka ávísar handils og vinnufyritøkur. Tað hoyrist javnan, at Tórshavnar kommuna favoriserar ávísar vinnufyritøkur, og at politikarar eru tvinnaðir í hesa favorisering. Aðrar fyritøkur gremja seg um, at trupult er at fáa lut í kommunalum arbeiði og at mannagongdir verða skúgvaðar til viks. Tað eigur at vera gjøgnumskygni og opinleiki í kommunalum útboðum, soleiðis at vinnan fær javnbjóðis møguleika at taka lut í hesum. Kommunan eigur at hava fastan og rættvísan útbjóðingarpolitikk, so allar fyritøkur kunnu vera við, og ikki nýtast at fáa eitt innspark. Í avísini er tilfarið sett upp sum redaktionelt tilfar, eitt nú við einum grafi, sum vísir hvørjar løgur eru lovaðar ella játtaðar og hvørjar eru framdar. Myndin vísir, at vaksandi mismunur er millum tað, sum verður sagt og tað, sum verður gjørt. Ymiskar verkætlanir, sum ikki eru blivnar til veruleika enn, verða eisini nevndar í blaðnum Musikskúlan Skúlan á fløtum Langhylin Umlættingarheim Lækna og heilsumiðstøð og manglandi raðfesting av kloakering og útstykkingum og so framvegis Sambært lóg um postvirksemi má postur ikki innihalda tilfar, sum ber brá av at vera ólógligt, ósømiligt ella æruskemmandi, men sambært posteftirlitinum er tilfar, sum verður borið út uttan adressur, ikki fevnt av lógini um postvirksemi. Tað er Posta, sum hevur borið blaðið út, men á Posta siga tey seg ikki vita, hvør avsendarin er. Tey vísa til Prentmiðstøðina, sum hevur biðið um útberingina. Heðin Mortensen, sum í ritinum verur kallaður húsaabbin , sigur við in.fo í dag, at hann metir hetta vera karaktermorð, og at hann hevur latið málið til sakførara, tí hann vil hava at vita, hvør hevur ábyrgdina Støðan gevur møguleika fyri nýhugsan, hald mong, tí Javnaðarflokkurin hevur einsamallur havt meirlutan í Tvøroyrar býráð hetta valskeiðið. Kom við Valbussinum, sum í dag er í Suðuroy. Klaksvíkar býráð hevur samtykt at geva grunninum, Mentanarhúsið í Klaksvík, treytaða tilsøgn um 15 milliónir krónur í íløgustuðli, og 300.000 krónur í árligum rakstrarstuðli. Hetta verður gjørt eftir tilmæli frá meiriluta í fíggjarnevndini. Kommunan er eisini sinnað at leiga umleið 600 fermetrar í bygninginum til býráðshøll, móttøku og annað virksemi. Hóast býráðssalurin verður fluttur í Mentanarhúsið, so skulu býráðshúsini í Nólsoyar Pálsgøtu framvegis nýtast til umsiting hjá kommununi. Tær 2,6 milliardir krónurnar, sum Partafelagið Eystur og Sandoyartunlar hevur fingið í láni, skulu rindast aftur við 2,73 prosent í rentu. Tað er ein góð avtala, heldur formaðurin í tunnilsfelagnum, sum vísir á, at talan er um langtíðarlán við fastari rentu og rentuskáa fram til 2022. Nú tað stundar til val, hoyra vit nógv tala fyri grønari býum. Men meðan summi tosa, eru tað onnur, sum rudda. Ringrás kallast umhvørvisátakið hjá Ingmar Valdemarson Á Løgmansbø og John Johannesen, og saman við Náttúru og Djórabreytini úr Nám X ruddaðu tey við Hvítanesvegin mánadagin 24. oktober. Í einum strekki á umleið 1.2 kilometrar fylla tey skrell í fimm stórar sekkir. Umboðsmaðurin hevur givið eini barnaverndartænastuni átalu, tí ein borgari ikki fekk innlit í øll skjøl og heldur ikki fekk grundgeving fyri, hví innlit ikki varð givið í restina av málinum. Løgtingsins umboðsmaður bað eisini barnaverndartænastuna um at viðgera innlitsumbønina av nýggjum, sigur umboðsmaðurin millum annað. Í Orrustuni hesa ferð eru prentarar og koyrilærarar. Luttakarar eru Reinhard Dam, Ólavur Debes, Benny Eidesgaard og Hans Jacob Hermansen. Tað kemur fyri, at veljarar seta annað frámerki á atkvøðuseðilin enn ein kross og hesir atkvøðuseðlar eru í vanda fyri at verða ógildir. Á heimasíðuni hjá ráðnum er vegleiðandi lýsing um, hvussu krossurin skal setast, og hvussu hann ikki skal setast. Verður krossurin ikki settur í ein teig, er vandi fyri, at atkvøðuseðilin verður ógildur. annað er skrivað á atkvøðuseðilin, enn ein krossur ella valevnisnavn, ella um atkvøðuseðlinum við vilja er givið slíkt eyðkenni, at tað sæst, hvør veljarin er Tað segði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, tá hann í dag legði uppskotið um sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum fram á ársfundinum hjá Norðurlandaráðnum í Keypmannahavn. Mikkel Denker, fólkatingsmaður og limur í donsku sendinevndini í Norðurlandaráðnum, spurdi, um Høgni Hoydal góðtekur, at tað eru sjálvstøðug lond, sum mynda Norðurlandaráðið, og at ríkisfelagsskapurin er ein partur av grundarlagnum undir Norðurlandaráðnum. Týski ES nevndarlimurin, G nther Oettinger, sum er úr flokkinum CDU hjá Angelu Merkel, samveldiskanslara, biður nú um umbering fyri ymiskt, hann hevur sagt, millum annað um kinesarar. Í røðu síni fanst Oettinger eisini at teimum belgisku politikarunum, sum ikki vildu taka undir við fríhandilsavtaluni millum ES og Kanada. G nther Oettingar sigur nú, at hann var bersøgin, og at hann hevur stóra virðing bæði fyri kinesarum og politikarunum í belgiska landspartinum Vallonia. Formaðurin í ES nevndini, Jean Claude Juncker, tilnevndi fríggjadagin G nther Oettingar, nýggjan nevndarlim í fíggjarætlanarmálum og til ein av fleiri næstformonnum í ES nevndini. Ein dystur var í Hvonn deildini í gjárkvøldið. Kvinnurnar hjá Kyndli høvdu ongar trupulleikar og vunnu stórsigur á Stjørnuni. Við sigrinum vunnu tær seg upp aftur á fyrsta plássið í kvinnu kappingini. Umsóknin skal nú viðgerast í fleiri umførum. Formansskapurin, samstarvsráðharrarnir og stjórnarleiðararnir skulu allir viðgera, um Føroyar kunnu gerast sjálvstøðugur limur í Norðurlandaráðnum. Umhvørvisstovan hevur vunnið eitt sakarmál í Landsrættinum móti Tórshavnar kommunu um gjald fyri matrikuler arbeiði í sambandi við eina stóra útstykking í Hoyvík. Málið er prinsipielt og staðfestir, at matrikulgjøld eru lóglig og prísásetingarnar hjá Umhvørvisstovuni eru sakligar, sigur Ronnie Thomassen, deildarleiðari á Umhvørvisstovuni. Tórshavnar kommuna noktaði at gjalda rokningina og segði, at heimild ikki var fyri at taka slík gjøld. Í øðrum lagi varð sagt, at rokningin var alt ov stór. Umhvørvisstovan stevndi kommununa eftir gjaldinum, og fekk viðhald í Føroya rætti. Tórshavnar kommuna legði málið fyri landsrættin, sum í gjár kom til somu niðurstøðu. Í grundgevingunum fyri dómin sigur Landsrætturin millum annað, at gjøldini hvørki eru í stríð við grein 43 í grundlógini ella grein 41 í stýrisskipanarlógini, um beinleiðis og óbeinleiðis skatt, og at tey hava heimild í kunngerðini um gjøld eftir matrikullógini. Somuleiðis varð staðfest, at rokningin fyri tað ítøkiliga málið var bæði rímulig og saklig. Kommunan varð dømd at gjalda rokningina og sakarmálskostnaðin hjá Umhvørvisstovuni. Í dag er Arbeiðseftirlitið skipað sum ein eind hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, men Henrik Old, landstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum, ætlar at skilja Arbeiðseftirlitið frá Heilsufrøðuligu starvstovuni. Heilsufrøðiliga starvstovan hoyrir undir Vinnumálaráðið, men tá hendan samgongan varð skipað, var lóg um arbeiðsumhvørvi og aðrar lógir um arbeiðsmarknað lagdar í nýstovnaða Samferðslumálaráðið. Brunaumsjón landsins er undir Fiskimálaráðnum sum er, men Henrik Old ímyndar sær, at Brunaumsjón landsins eisini verður lagt undir Samferðslumálaráðið. Vit hava ikki ringar royndir av, at Arbeiðseftirlitið hevur ligið á Heilsufrøðiligu starvsstovuni, men eg vænti, vit kunnu spara, við at leggja tað saman við Brunaumsjón landsins, sigur Henrik Old. Á Arbeiðseftirlitinum starvast átta fólk, á Brunaumsjón Landsins eru tvey trý starvsfólk. Eftir triðju og seinastu hólmgonguna, sum var millum forsetavalevnini tann 19. oktober, vóru sannlíkindini fyri, at Clinton vann valið 87 prosent. Nate Silver, ið stendur fyri heimasíðuni, brúkar ein frymil, sum fyrr hevur rakt ógvuliga neyvt endaliga úrslitið í amerikanska valinum. Trump góðan møguleika at vinna valið í juli sambært heimasíðuni, men eftir fleiri óhepnar útsøgnir misti hann brádliga undirtøku og longu hálvan august stóð Hillary Clinton sum tryggur vinnari sambært Nate Silver. Tá byrjaði at ganga betri og hálvan september var munurin millum valevnini aftur minkaður so mikið, at sannlíkindini, fyri at Trump vann, var 45,2 prosent, sambært Five Thirty Eight. Men so komu upptøkur undan kavi, har Donald Trump breggjaði sær av, at hann kundi verða ónærisligur og fara við kvinnum, sum honum lysti og aftur hekk Trump í leysum lofti. Hesa ferð var eingin vón fyri framman, søgdu viðmerkjarar. Haraftrat kláraði hann seg illa í hólmgongu móti Clinton. Fyri hvørja ferð forsetavalevnini hittust, vaks undandragið hjá Clinton. Men so hendi nakað, sum broytti gongdina. Fríggjadagin 28. oktober sendi FBI Kongressini eina kunning um, at samveldisløgreglan var farin undir at kanna fleiri teldupostar hjá Clinton. Eingin veit enn, hvat stendur í teldubrøvunum, men áhaldandi ákærur frá Trump um, at FBI upprunaliga lat málið aftur, tí tøtt bond eru millum Clinton hjúnini og ovastu leiðsluna í FBI, vóru nú styrktar og álitið á Clinton tykist svinna fyri hvønn dag, sum gongur. Munurin millum forsetavalevnini minkar í hvørjum. Hóast hon enn hevur nógv størri møguleika fyri at vinna, sambært heimasíðuni, meðan Trump hevur 33,8 prosent, sær gongdin í løtuni út til at vera til fyrimuns fyri Trump. Kitty May Ellefsen hevði úr at gera hús og heim og almikið arbeiði. Hon varð alt meiri strongd og hevði torført at finna frið og hjartaði dukaði. Men eina glasið varð til trý gløs uppá stutta tíð og síðani til tvær fløskur. Hon goymdi gløs og fløskur fyri familjuni til alt lívið steðgaði upp. Kitty May fór í AA og skjótt hevði hon mist 24 kilo, funnið sálarfriðin aftur og komin til sættis við, at hon er alkoholikari og tí ongantíð á aftur kann drekka alkohol. Tóri Højgaard, løgfrøðingur greiðir frá teimum átta árinunum Barack Obama hevur sitið við valdið í USA. Hvat fara fólk at minnast fyrsta afro amerikanska forsetan fyri, nú hansara valskeið er at enda komið. Átakið Í menniskjum góður tokki er til frama fyri fíggjarliga sperdar barnafamiljur og er ætlað sum ein hjálpandi hond, nú jólini standa fyri durðum. Samgongan strikaði sonevnda Barnabeinan, men hækkaði barnafrádráttin fyri tey minstu børnini í skattinum. Hartil er eisini møguligt at søkja um serligt familjuískoyti. Men børn í skúlaaldri hava framvegis brúk fyri fíggjarligari hjálp. Tað sigur Djóni Eidesgaard, leiðari í Barnabata, við útvarpið. Barnabati sigur, at tey umvegis umsóknirnar um jólahjálp og í samskiftinum við nógvar av familjunum, hava fingið innlit í ein gerandisdag, sum er ógvuliga trupul fyri børnini. Foreldur og børn siga sjálv frá, at ráð ikki eru til føðingardagar, frítíðarítriv, eina heita máltíð hvønn dag ella nýggj og góð klæðir Greinin heldur fram niðanfyri. Tað er avgerandi, at fólkini hava tað trygt. Tí senda vit tey til móttøkustøð, sigur ein talsmaður hjá løgregluni við franska blaðið, Le Monde. Gomul tjøld, , klæðir, skógvar og flytikassar, ið hava verið brúktir at liggja á, liggja slødd á gøtuni, har túsundtals gestaarbeiðarar hava hildið til. Tilsamans 600 løgreglufólk eru sett til at rudda gøturnar í París í dag. Uppruddingin verður væntandi liðug í dag, siga fronsku myndugleikarnir. Eg man hava brúkt einar 100 tímar, sigur Hans Arge Poulsen, sum leggur aftrat, at gittarin er nakað dýrari, enn um hann fór inn í ein handil og keypti ein Les Paul, men tað hugsar hann ikki um. Ungi klaksvíkingurin ætlar sær í øllum førum at byggja ein gittar aftrat. Hvat sniðið verður, hevur hann ikki tikið støðu til enn. Um nakrar fáar mánaðir runda vit 50.000 borgararnar í Føroyum. Men gleðin er stokkut, sigur Jón Joensen, sum arbeiðir á Hagstovuni. Hóast hann hevur rætt at atkvøða á kommunuvalinum í Tórshavnar kommunu, varð Lau Øfjord Blaxekjær vendur í hurðini, tá hann fór á kommunuskrivstovuna eftir sínum atkvøðuseðli. Tað sigur Jørgen Niclasen úr Fólkaflokkinum, sum enn einaferð hevur lagt uppskot fyri tingið um at hækka skattaloftið fyri heimavirking. Løgtingið feldi uppskot hjá Fólkaflokkinum um at sleppa heimavirkisvørum í Føroyum undan skatti og avgjøldum í apríl. Undirtøka var annars fyri tí í Løgtinginum, men umboðini hjá samgonguni í Fíggjarnevndini søgdu, at samgongan er í ferð við at endurskoða skattalógina og avgjaldslógirnar. Tað arbeiðið skal vera liðugt á nýggjárinum. Útvarpið vitjaði fyrrapartin hjá heimavirkisfelagnum, og tosaði við fólk, sum framleiða fyri heimavirking. Fjølmiðilin, CBS News , vísir til dulnevndar keldur í amerikonsku fregnartænastuni. Enn er tó einki komið fram um nakað ítøkiligt mál fyri yvirganginum. New York, Texas og Virginia verða kortini nevnd sum møgulig mál fyri yvirgangi mánadagin, dagin fyri amerikanska forsetavalinum týsdagin. Samveldisløgreglan, FBI, hevur ongar viðmerkingar til tíðindini. Myndugleikarnir í New York og New Jersey vátta fyri Reuters, at tey eru kunnað um vandan. Samstundis sum valið nærkast, fyrireika myndugleikarnir seg eisini til støður, ið kunnu stinga seg upp, verður yvirgangur framdur, sigur CBS News. Barnaútvarpið hevur verið í djóragarðinum í Keypmannahavn. Her er nógv spennandi at síggja. Hvat gera djórini, hvat eta tey og hví skulu vit hava djóragarð Louisa, sum er lívfrøðingur í djóragarðinum, fer at greiða frá. Erka Zachariassen týddi. Elin Dagbjartsdóttir Neshamar legði rødd til. Sendingin Afturáaftur vendir og snarar onkrum av tí, sum fór fram í vikuni. Millum annað navnleysa valblaðið í Tórshavnar Kommunu, móttøku av útlendingum í Føroym og eitt sindur um almennan stuðul til listafólk. Felagið, sum skal byggja Eysturoyar og Sandoyartunnilin, hevur lænt 2,6 milliardir krónur úr USA til verkætlanina. Rentan er føst, 2,73 prosent um árið, til 2040. Men lánið kundi verið eitt prosent bíligari, um landskassin veðhelt fyri øllum láninum og ikki tunnilsfelagið sjálvt, við trygd frá landinum fyri minstuferðslu. Ólavur Andreassen, bóndi, heldur seg hava sæð eina valplakat, men hann saknar ikki valstríð, tí alt er, sum tað skal vera í bygdini. Kommunurnar sleppa alt ov lætt at spæla við skattapengarnar, tí einki yvirskipað, óheft eftirlit er við, hvussu tær brúka inntøkurnar. Tá løgtingið játtar pening til eitt endamál, er tað uppgávan hjá landsgrannskoðanini at hava eftirlit við, at peningurin verður nýtt til endamálið, hann varð ætlaður. Privatir grannskoðarar fíggjargrannskoða kommunuroknskapirnar. Tað merkir, at teir kanna, um samsvar er milum inntøkur og útreiðslur, men ikki, hvussu peningurin verður brúktur. Nógvar vóru ætlanirnar, tá Tórshavnar Ungdómsráð varð stovnað í 2014. Tó má ein viðganga, at ráðið ikki hevur havt tað lætt, tá tey komu inn, heldur nevndalimurin Magnus Heinason Eysturoy. Sum Einstein letur úr Eyðun Poulsen, tá hann viðmerkir skúlaskipanina. Fleiri eru meiningarnir hjá teimum ungu eisini um álvarsom evni. Denturin í hesari sendingini verður lagdur á ungdómin. Vit hoyra málið á eimum ónøgdum ungdómsráði og ungum politikarum. Eisini hugleiðir ein ung genta um háttin, ið politikararnir hava marknaðaført seg sjálvi á. Verkætlanin, ið nevnist Berjabrekka trý, er eitt samstarv millum Bulur, Tórshavnar Kommunu, Sinnisbata, Palla Gregoriussen, arkitekt og Bústaðir. Hin íbúðarverkætlanin er í Dávagerði á Strondum. Talan er um sjey íbúðir, sum byggifyritøkan Vá Bygging byggir í tøttum samstarvi við Bústøðum og Sjóvar Kommunu. Talan er um sjey íbúðir beint við síðuna av nýggja sambýlinum Sjóvarlon. Hesar íbúðirnar líkjast teimum, sum Bústaðir hava bygt í Leirvík, skriva Bústaðir. Foreldur í túsundatali eru farin í verkfall í Spania og mótmæla, at almennu skúlarnir geva børnunum ov nógv heimaarbeiði. Foreldrafeløgini siga, at heimaarbeiðið er skaðiligt fyri børnini Feløgini hava tí heitt á næmingarnar í 12.000 skúlum kring alt landið um ikki at gera tað, tey fara at fáa fyri at gera heima um vikuskiftini allan hendan mánaðin. Tvey av londunum, ið klára seg best í PISA kanningum, eru Finnland og Suðurkorea. Har brúka næmingarnir minni enn tríggjar tímar um vikuna uppá at gera skúlauppgávur heima, verður sagt. Í amerikanska statinum, Texas, hevur ein lærari í framhaldsdeildini boðað foreldrunum frá, at hon ikki fer at geva næmingunum nakað fyri heima í ár. Suðurkoreanska tíðindastovan Yonhap visti í august mánað at siga, at býarmyndugleikarnir í høvuðsstaðnum, Seoul, næsta ár fara at seta forboð fyri, at næmingarnir í barnaskúlunum fáa nakað fyri heima. Men nú er tað so staðfest, at tað ER Almannaverkið og ikki kommunurnar, ið skulu útvega tænastuna til fólk, sum hava demens, um tey eru undir 67 ár. Vit eru í Djóragarðinum í Keypmannahavn. Louisa, sum er lívfrøðingur í djóragarðinum fer at greiða frá. Vit hoyra um leyvur, gibbon apur, preriuhundar og tasmanskan pungdevil. Tey ið luttóku í sendingini vóru Maria Ziskason um tiltakið Hoyma. Karl Heri Joensen var úti og skeyt harur. Mimmy Vágsheyg, eigarin av Kafe Fríða í Klaksvík, greiddi frá hvussu ein stuldur, útviklaði seg til eina positiva søgu. Lis Mortensen segði frá, hvussu tað gekk við kappingini First Lego League Ann Mari Ellebye Kjølbro um tiltakið Heystgleði í Klaksvík. Morten Hørning Jensen greiddi frá, hvat varð funnið, nú grøv Jesusar var opnað í síðstu viku. Elsebeth Mercedes Gunleygsdóttir segði frá, hvussu hon upplivdi valfeburin í USA. Olevinus Sørensen greiddi frá nýggjum hugafelag fyri fornminni Viðareiði. Gunnar Nolsøe og Rudolf Joensen søgdu frá, hvussu spurnarkappingin Quizturin, fóru at verða skipað í vetur. Og Frits Johannesen segði frá tiltakinum Seyður og Seyðahald, sum var í mentanarhúsinum í Fuglafirði. Thetis byrjaði sítt virksemi í Føroyum 1. januar í ár. DANAK, sum veitir slíkar góðkenningar í Danmark, hevur góðkent Thetis sum altjóða kanningarstovu. Hetta merkir, at Thetis líkur øll krøv til kanningarhættir og kundaviðurskifti. Við altjóða góðkenningini kann Thetis gera allar heilsufrøðiligar kanningar til føroyska heimamarknaðin og marknaðir uttanlands. Hesa vikuna eru vit í djóragarðinum í Keypmannahavn. Vit hava longu hoyrt um fleiri djór. Men í dag fara vit at hoyra um eitt heilt serstakt djór, sum vit ikki kenna so væl og tað er Okapi. Tann 12.oktober var ein søguligur dagur í djóragarðinum í Keypmannahavn, tá kom okapi kálvurin, sum fólk hava bíða eftir sera leingi, tað er 50 ár síðan seinast og okapi er eitt so sertakt djór, sum ongin visti um fyrrenn fyrst í 1900 talinum. Men tá ið vit vitjaðu Mass djóralækna í djóragarðinum, var kálvurin ikki komin. Mass djóralækni fer at greiða frá, eisini hitta vit Charlie, sum er djórapassari. Hallur Thomsen tosaði fyri Mass djóralækna og Eyðun Muller tosaði fyri Charlie djórapassara. Erla Zachariassen týddi til føroyskt. Tað varð sera hált á Velbastaðhálsi í nátt. So hált, at tað nóg illa var koyrandi ta einu løtuna, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn. Ein bussførari, ið fór til Kirkjubøar eftir fólki, mátti seta bussin frá sær á Velbastaðhálsi, og hýruvognar máttu í staðin sendast eftir fólkunum. Tað var hvørki gangandi ella koyrandi, og tað var sera hált frá Norðasta Horni til Velbastaðar, sigur Heri Andreassen, vakthavandi á politistøðini í Havn. Løgreglan veit ikki um, at tað eisini var so hált aðrastaðni í landinum í nátt. Hóast nógv fólk var í býnum var friðarligt, verður upplýst á politistøðini. Allur ísurin á Norðpólinum er burtur í 2045, heldur verandi gongdin fram. Tað er niðurstøðan í kanning, sum er kunngjørd í viðurkenda tíðarritinum, Science. Tá eittt tons av CO2 verður úrleitt, bráðna tríggir fermetrar av ísi. Tað svarar til, at ein ferkilometur av ísi bráðnar, hvørja ferð eitt flogfar flýgur úr New York til London. Meðan frágreiðingin millum annað vísir á flogfør sum dálkandi, vísa granskararnir serliga á eitt land, ið dálkar so illa, at ísurin bráðnar munandi skjótari enn áður hildið. Tað eru serliga fólk í USA, sum dálka illa. Ein miðalfamilja í USA úrleiðir nú so nógv CO2, at tað er nóg mikið til at 200 fermetrar av ísi á Norðpólinum bráðna um árið. Kanningin staðfestir, at okkurt munagott skuldi verðið gjørt fyri 20 árum síðani, sigur Dirk Notz, professari, ið hevur verið við til at gera kanningina, skrivar Science. Myndugleikarnir í russiska býnum, Jekaterinburg, har umleið 1,5 milliónir fólk búgva, heita nú á fólk um at ansa væl eftir sær, so HIV ikki spjaðir seg enn meira, skrivar AP . Tað hendir eftir at tvey prosent av øllum íbúgvunum, eitt av hvørjum 50 fólkum, hava fingið staðfest HIV eftir at myndugleikarnir gjørdu tað lættari hjá fólki at kanna seg. Talið á HIV tilburðum í heiminum minkar støðugt, men ikki í Russlandi tvørturímóti. Umleið 2,5 milliónir fólk í Russlandi hava nú fingið staðfest HIV, meta Sameindu tjóðir. Myndugleikarnir hava ikki lurtað eftir ávaringum, og nú hava myndugleikarnir mist tamarhaldið. Onga aðrastaðni í heiminum spjaðist HIV so skjótt sum í Russlandi. Í løtuni verða fleiri nýggir HIV tilburðir staðfestir í Russlandi enn í flestu londunum í Afrika. 7.000 fólk í Russlandi verða smittað um vikuna, siga heilsumyndugleikarnir. Mest vanliga smittuorsøkin er við sproytum, sum rúseitursmisnýtarar brúka, og millum hinskynd pør. Bara tvey prosent av teimum smittaðu eru samkynd, skrivar Aftenposten . Norðurlond ætla at verða tey fyrstu í Evropa, sum góðkenna øll prógv hjá hvørjum øðrum, staðfestu norðurlendsku undirvísingarmálaráðharrarnir í felags yvirlýsing í Keypmannahavn í vikuni. Tað merkir, at tað í framtíðini verður lættari hjá fólki í Norðurlondum at flyta millum londini fyri at arbeiða og lesa, og eisini at fáa atgongd til útbúgvingarstøð og størv í ES. Hinvegin merkir tað eisini, at tað verður lættari hjá útlendingum at taka hægri útbúgvingar í Føroyum, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, við Skúlablaðið . Tey átta Norðurlondini hava síðani 2004 samstarvað á útbúgvingarøkinum um at skipa mannagongdir fyri at góðkenna prógv hjá hvørjum øðrum, sambært blaðnum. Við nýggju avtaluni er ætlanin, at góðkenningar skulu verða sjálvvirkandi. Tað vil siga, at tá eitt land hevur góðkent eitt prógv, verður tað sjálvvirkandi førleikagevandi í hinum londunum. Italska sjóverjan og onnur bjargingarlið bjargaðu leygardagin fleiri enn 2.100 flóttafólkum í Miðjarðarhavinum, upplýsir tíðindastovan, Ritzau. Meðan túsundtals flóttafólk um vikuskiftið vórðu bjargað, vóru tað eisini hundraðtals onnur flóttafólk, sum ikki vóru líka heppin. Bara eftir tveimum samdøgrum hava 240 flóttafólk latið lív havinum útfyri Libya, sigur IOM, Altjóða felagsskapurin fyri flyting hjá Sameindu tjóðum. Nógv fleiri flóttafólk kundi verðið bjargað, um evropeisku londini tóku ímóti fleiri flóttafólkum, sigur Filippo Grandi, flóttafólkahákommisserur hjá ST. Miðjarðarhavið er lívshættisligt fyri flóttafólk, men tey hava ongan annan møguleika, sigur Filippo Grandi í kjalarvørrinum á hendingunum síðstu dagarnar. Ongantíð áður hava so nógv flóttafólk og migrantar latið lív í ferðini tvørtur um Miðjarðarhavið sum í 2016. Higartil í ár eru umleið 4.200 fólk deyð. Loksins er eitt punktum sett, í drúgva málinum um fíggjarviðurskiftini hjá Strandfaraskipum Landsins. Grannskoðaranevndin hjá Skráseting Føroya hevur kunngjørt nýggja avgerð í málinum. Ein avgerð, sum fríkennir grannskoðaravirkið Januar og grannskoðara teirra. Hvítar kvinnur við góðum útbúgvingum kunnu avgera forsetavalið í USA týsdagin. Tað heldur danskur serfrøðingur í amerikonskum viðurskiftum. Tað er ein bólkur, ið er serliga áhugaverdur á hesum valinum, sigur Jørn Brøndal, lektari á Syddansk Universitet, sambært DR Nyheder. Tær hvítu vælútbúnu kvinnurnar plaga at atkvøða fyri republikanarunum, men tað sær út til, at tær í ár fara atkvøða fyri Hillary Clinton, sigur lektarin. Valluttøkan kann eisini verða ein viðspælari hjá Hillary Clinton og demokratunum. Tað er týdningarmikið fyri Clinton, at valluttøkan verður høg, sigur hann. Donald Trump skal hinvegin seta sítt álit á veljarar úr miðal og arbeiðarastættini, sigur Jørn Brøndal, serfrøðingur í amerikonskum viðurskiftum, í samrøðu við DR. Vit hoyra um eitt heilt serstakt djór, sum vit ikki kenna so væl og tað er Okapi. Tann 12.oktober var ein søguligur dagur í djóragarðinum í Keypmannahavn, tá kom okapi kálvurin, sum fólk hava bíða eftir sera leingi, tað er 50 ár síðan seinast og okapi er eitt so sertakt djór, sum ongin visti um fyrrenn fyrst í 1900 talinum. Men tá ið vit vitjaðu Mass djóralækna í djóragarðinum, var kálvurin ikki komin. Mass djóralækni fer at greiða frá, eisini hitta vit Charlie, sum er djórapassari. Hallur Thomsen tosaði fyri Mass djóralækna og Eyðun Muller tosaði fyri Charlie djórapassara. Erla Zachariassen týddi til føroyskt. Ein maður umborð á einum glastrevjabáti ringdi hálvgum tíggju í morgun til MRCC Tórshavn, tí hann hevði fingið ein enda um skrúvuna. Brimil var tá staddur vestanfyri, so tað var skjótt at sigla út til glastrevjabátin, ið var staddur fimm fjórðingar vestur úr Trøllhøvda. 20 milliónir krónur, sum eru goldnar í panti fyri einnýtisíløt hesi skjótt 10 árini, loyvt hevur verið at selja einnýtisíløt í Føroyum, eru ikki goldnar aftur til kundarnar. Tí vil Jørgen Niclasen, løgtinglimur fyri Fólkaflokkin, hava at vita frá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í umhvørvismálum, hvør hevur fingið peningin. Hetta stendur í skriviligum fyrispurningi, Jørgen Niclasen hevur sett landsstýriskvinnuni, og sum kemur fyri í Løgtinginum í næstu viku. Stóri trupulleikin er, sambært Jørgeni Niclasen, løgtingslimi, at møguleikarnir at lata brúkt einnýtisíløt innaftur eru ov vánaligir. Vanligt er, at handlar taka bara ímóti íløtum, sum teir sjálvir hava selt. Tað er væl skiljandi, tí handilin veitir tænastuna fyri einki, meðan heilsølan fær vinning av íløtum, sum ikki eru latin innaftur, heldur hann. Um handlar fingu ein part av pantpeninginum sum samsýning fyri ómakin at taka ímóti, hevði tað at loyst seg hjá øllum handlum at tikið ímóti øllum íløtum, skrivar Jørgen Niclasen, løgtingslimur, í viðmerkingunum til fyrispurningin. Hann spyr tí, um landsstýriskvinnan í umhvørvismálum ætlar at broyta skipanina við pantigjøldum soleiðis, at allir handlar vilja taka móti øllum íløtum, so øll seld einnýtisíløt verða innafturlatin. Sambært heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni hava 12 fyritøkur loyvi at innflyta og selja einnnýtisíløt. Umhvørvisstovan upplýsir, at talið av seldum einnýtis íløtum økist ár um ár. Í 2014 vórðu 9,3 milliónir einnýtisíløt seld. Í 2014 vórðu 87 av íløtunum latin inn aftur, upplýsir Umhvørvisstovan. Fyri árið 2014 merkir hetta, at 1,2 milliónir íløt ikki eru komin innaftur. FBI ger ikki meira við teldupostarnar hjá demokratiska forsetavalevninum Hillary Clinton. Tað boðaði James Comey, stjóri í FBI, frá sunnukvøldið. Amerikanska samveldisløgreglan hevur annars hugt eftir teldupostunum hjá Clinton enn eina ferð, men har var einki revsivert at finna, staðfesta tey. Ta somu niðurstøðuna kom FBI fram til í juli, tá tey hugdu at teldupostunum á fyrsta sinni, men í báðum førum var niðurstøðan hin sama. Í Clinton leguni fegnast tey um avgerðina hjá FBI og verður tað mett sum ógvuliga avgerandi, nú amerikanarar skulu taka støðu til, hvør skal vera næsti forsetin. Málið við teldupostunum hjá Clinton byrjaði í mars 2015. Tá kom tað fram, at Clinton hevði nýtt sína egnu privatu teldupostadressu í starvi sínum sum uttanríkisráðharri. Í juli 2015 kom fram, at teldupostar, ið vóru stemplaðir sum loyniligir, vóru á privatu teldupostadressuni. Tá var tað, at FBI fór undir at kanna til samans 30.000 teldupostar hjá Clinton. Í juli í ár kom niðurstøðan. Hillary Clinton hevði einki revsivert gjørt, men hon hevði verið ógvuliga gáloysin í handfaringini av loyniligu teldupostunum. Tann 28. oktober tók FBI málið uppaftur, hesa ferð hugdu tey at 1000 øðrum teldupostum, men í gjárkvøldið var greitt, at tey ikki gera meira við málið. Seinastu dagarnar hava fleiri røddir verið frammi um rottu í hagunum. Og rottan, gita fleiri, er orsøk til, at ikki so nógv hara er at fáa. Nú vil Sjúrður Hammer, fuglafrøðingur, hava fólk at steðga á og gera sær greitt, hvat vit í veruleikanum vita og hvat vit annars gita. Í hesari sending fara vit millum annað at hoyra Strekkbuksepolka við Arnt Haugen og Eitt Sunnukvøld í Plantasjuni, felagssangur umborð á Norr nu. Lagt til rættis Hanna og Terji Jakobsen. Í Bolero fara vit at hoyra tríggjar svitur, eftir J.S. Bach, Sunleif Rasmussen og Johann Reincke. Lagt til rættis Angelika Nielsen. Tríggir mans høvdu leygardagin sníkt seg umborð á Norr nu, tá hon legði frá landi í Hirtshals. Manningin legði beinanvegin merki til mennirnar Teir høvdu ongar ferðaseðlar, og áðrenn Norr na legði at í Havn í morgun,varð løgreglan fráboðað og menninir vórðu síðani tiknir til avhoyringar. Teir tríggir menninir verða væntandi verða koyrdir niðan í Mjørkadal eftir avhoyringina, sigur vakthavandi á politistøðini við portal.fo Síðani verður helst roynt at fáa teir til Danmarkar aftur í kvøld ella í morgin í eina flóttafólkalegu meðan umsóknin verður viðgjørd. Sum skilst eru menninir flýddir úr Sýria. Dansifelagið á Látrinum kvøður V gen. Sjúrður Ferjá skipar. Tøkum Lætt og Dansifelag Kaggans kvøða Kjartan Ólavsson. Helga Hermansen skipar. Tikið upp umborð á Norrønu í mai 2014 Tað er greitt, eftir at undirskriftirnar eru settar á sáttmálaskjalið millum Runavíkar kommunu, ognarmenn og festara. Verkætlanin, at vetrarfriða Oyndarfjørð, hevur mong ár á baki. Staðbundna nevndin hevur havt ein virknan leiklut í hesum arbeiði. Tað er eitt samt Runavíkar býráð, ið hevur sett pengar av til verkætlanina á fíggjarlógini fyri 2017. Tað vóru nakrir grikskir fornfrøðingar, ið fingu loyvi í 60 tímar at lata upp og kanna Jesu grøv inni í Gravarkirkjuni í Jerusalem. Ikki síðani 1555 hevur grøvin verið opin, men av tí, at kirkjan var so illa farin, varð man nú noyddur at umvæla og seta kirkjuna í stand. Í hesum sambandi høvdu nakrir fornfrøðingar fingið loyvi at flyta tann tunga marmorsteinin, ið lá á klettinum, har tað sigst, at likam Jesusar varð lagt inn á sinni. Undir marmorsteininum funnu tey eina aðra steinplátu, sum so eisini varð flutt, og undir henni komu tey so niður á klettin, har tað verður hildið, at Jesus lá. Tað var Konstantin, keisari, ið lat kirkjuna byggja í árinum 325, eftir at tey vóru blivin samd um, at hetta var hellið, har Jesus varð grivin. Bæði handilsrekandi og viðskiftafólk eru ónøgd við pantskipanina loysnin er, at vit hava eina pantmiðstøð, sum savnar allar fløskur og íløt við panti. Tað sigur Meinhard Akraberg Hansen, leiðari í PE handlinum í Sigmundargøtu í Havn. Fyri fjúrtan døgum síðani varð eitt skatingfelag sett á stovn. Endamálið við Skatefelagnum er at bøta um umstøðurnar hjá teimum, sum skata og standa á rulluskoytum. Venjingarnar í estetiskum fimleiki eru í hæddini, og Team Hydra, sum er kvinnuliðið hjá Fimleikafelagnum Ljósið, hevði í farnu viku vitjan av finska korreografinum Antton Laine, sum hevur gjørt seriuna hjá teimum í ár. Ímynda tær at viga 68 kilo og lyfta 48 kilo upp um høvd 78 ferðir í 10 minuttir. Tað hevur Sonni Eliassen úr Fuglafirði klárað, og tað var eisini nóg mikið til at gerast heimsmeistari í kettlebell. Sigmund í Hoyvík skipar Hin føroyski dansurin í Dansifelagnum í Havn. Leikum Fagurt kvøður Kjartan Ólavssson, fyrra tátt, Gullbrand Simonsen skipar. Janus Johannesen skipar. FBI ger ikki meira við teldupostarnar hjá demokratiska forsetavalevninum Hillary Clinton. Tað boðaði stjórin í FBI, James Comey, frá í gjárkvøldið. Tað kemur sera væl við í Clinton leguni, sigur Jørn Brøndal, phd og lektari í amerikonskum viðurskiftum á Syddansk Universitet, við útvarpið. Bette á Høvdanum stýrdi handlinum á Høvdanum á Strondum í mong Harrans ár. Undan henni høvdu pápin og abbin rikið handilin, sum upprunaliga var ein úthandil. Nú í tveir sunnudagar uppliva vit aftur Bette á Høvdanum í Útvarpinum, sum stóð í handlinum til tað síðsta. Hon andaðist í 2000, 90 ára gomul. Tey vóru ígongd við at umvæla kaf ina, og tí høvdu tey sett nakrar ølkassar út á svalan. Svalin vendir út móti vágni og kann tí bert røkkast við báti. Hetta eydnaðist so væl, at nú tríggjar vikur seinni, eru dreingirnir ein fastur partur av Kaf Fríðu toyminum. Teir hjálpa til í køkinum og gera annað handaligt arbeiði í kafeini. Grannskoðanarnevndin, sum kannar roknskapir, sigur í einari niðurstøðu, at leiðreglur áttu at verðið gjørdar um, hvat grannskoðan av roknskapi inniber, fyri at tryggja at einsháttaða grannskoðan og at tað skal bera til at samskipa grannskoðanina av tí almenna. Løgtingsgrannskoðararnir, sum eru fýra løgtingslimir, eru farnir í gongd við arbeiðið. Jónleif Johannesen er formaður fyri løgtingsgrannskoðararnir. Tað er púra óhoyrt um Donald Trump ikki fer at góðtaka úrslitið á amerikanska forsetavalinum týsdagin, sigur lektari og valeygleiðari. Í sendingini greiðir Fríðrik Bláhamar frá fyrimunum og vansum við teimum ymisku sløgum av kavadekkum, heilársdekkum og píkadekkum. Fríðrikkur heldur eisini, at tað er alt ov galið, at vit onga hálkubreyt hava í Føroyum, hóast ynski hevur verið frammi í meir enn tredivu ár. Bjarni Petersen, økisleiðari hjá Landsverki, gevur okkum góð ráð, um hvussu vit ferðast á tryggasta hátt í vetrarferðsluni, og fyrireika okkum til teir longru túrarnar á landsvegunum. Jan Fossaberg, ferðslupolitistur, svarar spurningar frá lurtarunum, og gevur góð ráð til fótgangarar og fólk á súkklu, eisini nevnd tey bleytu í ferðsluni. Forkvinnan í Diabetesfelag Føroya heldur tað vera eitt vánaligt uppskot, ið sum frá líður fer at dýrka um viðgerðina av fólki við diabetes. Handilsfelagið vil eisini gera tað lættari at lata íløt inn. Uttan at fara í smálutir, sigur felagið við Kringvarpið, at við nýggju skipanini skal vera møguligt at sleppa av við allar fløskur og dósir við og uttan pant í øllum handlum. Kristin Michelsen, tinglimur fyri Javnaðarflokkin, og borgarstjóri á Tvøroyri, vil nú hava leiðsluna í Javnaðarflokkinum at vátta, at flokkurin framvegis vil hava hann, sum umboð Javnaðarflokksins í Løgtinginum. Kristin Michelsen hevur sent skriv til Aksel V. Johannesen, formann í Javnaðarflokkinum, og biður um váttan fyri, at flokkurin framvegis ynskir hann sum umboð Javnaðarflokksins á Føroya Løgtingi. Kristin Michelsen hevur eisini sent bræv til nevndina í lokalfelagnum á Tvøroyri. Brævið hevur hann sent til Signar Dam, formann í Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag. Í brævinum biður hann eisini um at fáa váttan fyri, at felagið framvegis stuðlar honum sum umboð felagsins á Føroya Løgtingi, ella um skal skilja støðuna soleiðis, at hann ikki longur er ynsktur sum umboð teirra á Føroya Løgtingi. Vátt kom í reiðrið millum Kristin Michelsen og Javnaðarflokkin á Tvøroyri í samband við uppstillingina til kommunuvalið, og Kristin Michelsen stillar tí upp á egnum lista til valið. Ósemjan hevur eisini elvt til, at Marit Poulsdóttir, sum hevur sitið í býráðnum á Tvøroyri fyri Javnaðarflokkin ein part av seinastu setu, nú hevur tikið seg úr nevndini í Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag, og sum lim í Føroya Javnaðarflokki. Tøkan av laksi hjá Bakkafrosti í triðja ársfjórðingi var 10.700 tons, og smoltútsetingin var 3,8 milliónir smolt. Tað boðar felagið frá í tíðindaskrivi í morgun. Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost, sigur úrslitið fyri triðja ársfjórðing vera nøktandi. Marknaðarprísurin á laksi er framvegis høgur, tó eitt vet lægri enn í undanfarna ársfjórðingi, og alivirksemið gav sera gott úrslit. Samlaða útboðið av laksi lækkar væntandi umleið fýra prosent í 2016 samanborið við 2015. Saman við einum støðugt stórum eftirspurningi eftir laksi í nærum øllum marknaðum viðførir hetta týðandi hækking av laksaprísinum í 2016. Eivør hevur fingið heiðurin at hava útgivið ársins donsku vokalútgávu. Tað varð kunngjørt, tá ið DMA Jazz 2016 varð hildið í gjárkvøldið á Bremen Teater í Keypmannahavn. Eivør hevur fingið heiðurin saman við DR Big Band, DR Vokalensemble fyri útgávuna At The Heart Of a Selkie. Tað er danin Peter Jensen, sum hevur skrivað tónleikin. Tað sigur ein 72 ára gamal maður í Klaksvík við Danske Spil eftir at tað gjørdist honum greitt, at hann hevði vunnið og var blivin millióningur. Eg trúði sjálvandi ikki, tað kundi vera eg, men eg kannaði so seðilin umaftur og umaftur áðrenn eg sá, tað var eg, sigur maðurin. 72 ára gamli maðurin í Klaksvík hevur longu nú gjørt sær nakrar tankar um, hvat hann ætlar sær at gera við allan peningin, hann hevur vunnið. Eg fari sjálvandi at geva pening til vælgerandi endamál. So fari eg eisini at vera góður við míni systkin, og byggja húsið heilt liðugt, sigur hepni vinnarin. Tað er enn ikki gingið heilt upp fyri manninum, at hann hevur vunnið so nógvan pening. Maðurin vil ikki stíga fram við navni, sigur Danske Spil. Minsta kommunan á kommunuvalinum í dag er Fugloyar kommuna, har hava 36 fólk valrætt. Skúvoy er næstminsta kommuna, har 37 fólk hava valrætt. Hinvegin eru fugloyingar óførir at fara á val, tí Fugloyar kommuna hevði hægstu valluttøku á kommunuvalinum í 2012, tí tá var vallutøkan 94,44 prosent. Stórsta kommunan er Tórshavnar kommuna og har hava 15.343 fólk valrætt. Stórsta valstaðið er eisini í Havn, tað er Høllin á Hálsi. Her eru tær fyrstu myndirnar, okkara lesarar hava sent okkum frá kommunuvalinum 2016. Vit vilja eisini fegin síggja tínar myndir. Les niðan fyri, hvussu tú gert. Myndasavnið verður dagført so hvørt okkara lesarar senda okkum nýggjar myndir. Vitja tí vinarligast aftur, vilt tú síggja fleiri myndir. Aksel V. Johannesen, løgmaður, sum eisini er formaður í Javnaðarflokkinum, ætlar sær ikki at fara inn í stríðið um ósemjuna á Tvøroyri í fyrstu atløgu. Hoyr meira og eina longri samrøðu við formannin í Javnaðarflokkinum í útvarpstíðindunum klokkan 12 20. Býrt tú uttanlands, ella ert tú staddur uttanlands, so er tað eingin forðing fyri, at tú kanst fylgja við kommunuvalinum í Kringvarpinum gjøgnum allan dagin. Vanliga hava vit ikki rættindi at senda beinleiðis sendingar til føroyingar uttanlands á heimasíðuni kvf.fo, men tað hava vit í dag, og tað fært tú ágóðan av. Talgildu miðlarnir hjá okkum dekka valið gjøgnum allan dagin, og vit gevast ikki fyrr enn øll úrslitini í teimum 29 kommununum eru klár seint í kvøld. Útvarpið byrjaði valdekkningin tíðliga í morgun, og okkara starvsfólk geva tær tað nýggjasta úr øllum krókum í landinum í sendingum og tíðindasendingum. Sjónvarpið byrjar at senda klokkan 19 í kvøld. Vit hava fólk í øllum landinum og senda beinleiðis úr øllum teimum størru oyggjunum til liðugt er í kvøld. Maria hevur stóran áhuga fyri politikki og kundi eisini funnið upp á at stilla upp onkuntíð. Hon heldur tó, at tað ikki er nokk fyri ung valevni bert at hava áhuga fyri ungdómsviðurskiftum og at eisini ungir politikarar mugu hava breiðan áhuga í samfelagnum sum heild. Fyrsta tíman, valhølini í Klaksvík vóru opin í morgun, høvdu 111 fleiri verið á vali enn í 2012. Hetta svarar til 12,9 prosent í mun til 10.2 prosent á seinasta vali. Brævatkvøðurnar, sum ofta eru góðar at miðja seg eftir, siga eisini tað sama. Tær vóru 46 fleiri enn við seinasta val, sigur Klaksvíkar kommuna. Tað vóru fleiri, ið vórðu skrivað upp, sum ikki fingu grind, tá grindin, sum legði beinini á Leynasandi, skuldi skerast upp og býtast í Kvívík og Vestmanna. Hoyr Finnboga Midjord, sýslumann, greiða frá, hví tað nóru nøkur, sum ikki fingu part tá seðlarnir komu út og grindin varð býtt. Tað boðar tunnilsfelagið frá í tíðindaskrivi. Byggifelagið NCC skal gera báðar undirsjóvartunlarnar. Sáttmálin er uppá 2.073 milliónir krónur. Tað er nakað meira, enn upprunaliga tilboðið frá NCC, sum var uppá 1,892 milliónir krónur, Fastan prís Sáttmálin inniber, at alt arbeiðið er til fastan prís uttan vatntrygging og tetting av fjallinum. Harafturat umfatar sáttmálaupphæddin prís og lønarhækkingar í byggitíðarskeiðinum. Farið verður fyrst undir at gera Eysturoyartunnilin. Tá hann er liðugt sprongdur, verður farið undir at spreingja Sandoyartunnilin. Samstundis, sum byrjað verður at spreingja Sandoyartunnilin, verður Eysturoyartunnilin gjørdur liðugur. Sáttmálin við NCC umfatar ikki el arbeiði og aðrar tekniskar lutir. Hetta verður tí ætlandi boðið út komandi ár. NCC byrjar at fyrireika arbeiðið alt fyri eitt. Møguleiki er framvegis fyri at fyrsta skotið fyri Eysturoyartunlinum verður í ár. stendur skrivað í tíðindaskrivinum. Sáttmálin er treytaður av løgfrøðiligari góðkenning due diligence av lánsskjølunum, eins og myndugleika góðkenning. Hetta arbeiðið verður væntandi liðugt áðrenn 15 desember 2016. Fakta Eysturoyartunnilin verður 11,250 metrar langur. Har hann er djúpastur, er hann 189 metrar undir sjóvarmálanum. Mesta hall verður 5 . Teinurin frá tunnilsmunnanum á Hvítanesi til Runavíkar verður 9,7 km og teinurin av Hvítanesi inn á Strendur verður 9,2 km. Sandoyartunnilin verður 10,8 km langur. Har hann er djúpastur, er hann 154 metrar undir sjóvarmálanum. Mesta hall verður 5 . Samlaði kostnaðurin fyri báðar tunlarnar er mettur at verða umleið 2.600 milliónir krónur. Meira kunning um tunlarnar fæst heimasíðuni. Sveinur Tróndarson vil ikki gera stórvegis viðmerkingar til málið, men viðgongur, at Dimmalætting hevur fíggjarligar avbjóðingar í løtuni millum annað tí blaðið hevur mist nógvar lýsingar. Hann leggur frá sær fyri at loyva øðrum framat at føra fyritøkuna víðari, sigur Sveinur Tróndarson við útvarpið í dag. Hann gavst á Dimmalætting fríggjadagin. Vallutøkan higartil er hægri enn við undanfarna kommunuval í fleiri kommunum, sum Kringvarpið fylgir. Vestmanna kommuna er ein av teimum kommununum. 235 fólk høvdu verið á vali í Vestmanna, tá klokkan var 14.40. Á leið 10 veljarar meira enn sama tíðarskeið við seinasta val, tá var 78,4 prosent. Listin vísir tey uppstillaðu fólkini eftir stavraði. Tú kanst eisini klikka á Listi , Flokkur ella Kommuna í breddanum í yvirlitinum niðanfyri. undefined typeof window.datawrapper window.datawrapper ,window.datawrapper UyX8k ,window.datawrapper UyX8k .embedDeltas 100 20988, 200 20936, 300 20936, 400 20910, 500 20910, 600 20910, 700 20910, 800 20910, 900 20910, 1000 20910 ,window.datawrapper UyX8k .iframe document.getElementById datawrapper chart UyX8k ,window.datawrapper UyX8k .iframe.style.height window.datawrapper UyX8k .embedDeltas Math.min 1e3,Math.max 100 Math.floor window.datawrapper UyX8k .iframe.offsetWidth 100 ,100 px ,window.addEventListener message ,function a if undefined typeof a.data datawrapper height for var b in a.data datawrapper height UyX8k b window.datawrapper UyX8k .iframe.style.height a.data datawrapper height b px Vanliga er nógv ferðsla um 16 tíðina, tá fólk fáa frí, men kommunuvalið í dag hevur lagt eyka nógv trýst á tær báðar rundkoyringarnar á Hálsi, so ferðslan í løtuni sniglar seg fram eftir. Kommunan hevur heitt á Ansni at stýra ferðsluni til og frá valstaðnum á Hálsi, men úti á ringvegnum er eingin, sum stýrir ferðsluni. Í Eyðnuni á Oyrabakka í Sunda kommunu hava 430 veljarar valrætt. Klokkan 15.45 høvdu 116 valt, tá eru brævatkvøðurnar íroknaðar. Hetta er eitt vet minni enn í 2012. Í kommununi eru annars 1243 veljarar, sum skulu velja 11 umboð. Og tá 22 bjóða seg fram, eru sannlíkindini góð fifty fifty. Tveir listar eru, A og B, og sitandi borgarstjóri, Heðin Zachariasen, umboðar lista A. Barbara, ið er forkvinna í Sosialistisk Ung, heldur tó at við at lagt størri dent á gott kjak sum heild, so høvdu vallistarnir verið meiri umboðandi enn nú. Forlagið Sprotin gav út bókina í 2015, Edward Fuglø hevur gjørt kápumyndina til føroysku útgávuna. Sonja Kjølbro hevur staðið fyri umbótingini. Stríð hevur tikið seg upp um, hvønn løgmaður stuðlar í kommunuvalinum á Tvøroyri. Ein áheitan frá Aksel V. Johannesen á fólk í kommununi um at velja Javnaðarflokkin, sum er prentað í faldaranum hjá Javnaðarlistanum, er nú deild av Kristini Michelsen á facebook. Men Kristin Michelsen leggur løgmanni orð í munnin. Og fær tað til at ljóða, sum um Aksel V. Johannesen heitir á fólk um at velja borgaralistan, heldur enn Javnaðarlistan á Tvøroyri. Tvøráfólk, farið mannsterk á val og stuðli politisku gongdini, júst sum løgmaður sigur her. veljið eitt sterkt umboð á Kommunulistanum skrivar sitandi borgarstjóri á Tvøroyri. Men fyrrverandi borgarstjórin hevur klipt áheitanina hjá borgarstjóranum úr faldaranum hjá Javnaðarflokkinum á slíkan hátt, at tað ikki sæst, at talan veruliga er um eina áheitan frá løgmanni um at velja Javnaðarlistan. Stríð hevur tikið seg upp um, hvønn løgmaður stuðlar í kommunuvalinum á Tvøroyri. Ein áheitan frá Aksel V. Johannesen á fólk í kommununi um at velja Javnaðarflokkin, sum er prentað í faldaranum hjá Javnaðarlistanum, er nú deild av Kristini Michelsen á facebook. Men Kristin Michelsen leggur løgmanni orð í munnin. Og fær tað til at ljóða, sum um Aksel V. Johannesen heitir á fólk um at velja borgaralistan, heldur enn Javnaðarlistan á Tvøroyri. Tvøráfólk, farið mannsterk á val og stuðli politisku gongdini, júst sum løgmaður sigur her. veljið eitt sterkt umboð á Kommunulistanum skrivar sitandi borgarstjóri á Tvøroyri. Men fyrrverandi borgarstjórin hevur klipt áheitanina hjá borgarstjóranum úr faldaranum hjá Javnaðarflokkinum á slíkan hátt, at tað ikki sæst, at talan veruliga er um eina áheitan frá løgmanni um at velja Javnaðarlistan. Tað eru ikki bert tey yvir 18, ið hava verið á vali hesa vikuna. Á Skúlatrøð í Klaksvík var í gjár næmingaráðsval. 9.ð vil hava sítt umboð at arbeiða fyri millum annað betri teldum. Tunnilin fer at stytta farleiðina millum Tórshavn og Runavík Strendur úr 55 kilometrum niður í 17 kilometrar. Koyritíðin, sum nú er 64 minuttir, verður stytt niður í 16 minuttir. Úr Tórshavn til Klaksvíkar verður koyritíðin stytt úr 68 minuttum niður í 36 minuttir. Tunnilin fer at knýta báðar síðurnar á Skálafjørðinum saman við tveimum tunlum til eina rundkoyring undir havbotninum á miðjum fjørðinum. Frá høvuðsvegnum í Rókini í Saltnesi oman til rundkoyringina er tunnilin 2,2 kilometrar langur, og teinurin frá Sjógv á Strondum til rundkoyringina er 1,7 kilometrar. Høvuðstunnilin millum Tórshavn og rundkoyringina er 7,5 kilometrar og kemur upp á Hvítanesi. Til tess at økja um trygdina er mesta hallið í tunlinum 5 prosent og lægsta punkt er 187 metrar undir havbotninum. Jarðfrøðiligar forkanningar eru gjørdar, seismikkur á Tangafirði er skotin og greinaður, kjarnuboringar eru gjørdar á Kalbaksnesi og bæði á Skálafjørðinum og á Hvítanesi verður vegarbeiðið fyrireikað. So skjótt sum vegurin er klárur og projekteringin annars er liðug, verður sjálvt tunnilsarbeiðið boðið út. Tunnilin fer sambært tunnilsfelagnum at stytta farleiðina millum Tórshavn og Runavík Strendur úr 55 kilometrum niður í 17 kilometrar. Koyritíðin, sum nú er 64 minuttir, verður stytt niður í 16 minuttir. Úr Tórshavn til Klaksvíkar verður koyritíðin stytt úr 68 minuttum niður í 36 minuttir. Tunnilin fer at knýta báðar síðurnar á Skálafjørðinum saman við tveimum tunlum til eina rundkoyring undir havbotninum á miðjum fjørðinum. Frá høvuðsvegnum í Rókini í Saltnesi oman til rundkoyringina er tunnilin 2,2 kilometrar langur, og teinurin frá Sjógv á Strondum til rundkoyringina er 1,7 kilometrar. Høvuðstunnilin millum Tórshavn og rundkoyringina er 7,5 kilometrar og kemur upp á Hvítanesi. Til tess at økja um trygdina er mesta hallið í tunlinum 5 prosent og lægsta punkt er 187 metrar undir havbotninum. Jarðfrøðiligar forkanningar eru gjørdar, seismikkur á Tangafirði er skotin og greinaður, kjarnuboringar eru gjørdar á Kalbaksnesi og bæði á Skálafjørðinum og á Hvítanesi verður vegarbeiðið fyrireikað. So skjótt sum vegurin er klárur og projekteringin annars er liðug, verður sjálvt tunnilsarbeiðið boðið út. Berlingske hevur gjørt eitt yvirlit yvir tað týdningarmiklasta, sum hendir í nátt, og hevur tosað við Anders Bo Rasmussen, granskara innan amerikonsk miðlaviðurskifti. kl 23.00 00.00 Valhølini í Florida og Virginia lata aftur á miðnátt. Beint undan teimum, kl 23.00 lata valhølini í Indiana og Kentucky aftur. Umleið á miðnátt burdu atkvøðurnar í svingstatinum Florida verið upptaldar, og her meta serfrøðingar, at Donald Trump hevur sera lítlan møguleika at vinna. kl. 00.30 Valstøðini í North Carolina og svingstatinum Ohio lata aftur, og farið verður undir at telja atkvøður. Aftur her er galdandi, at um Donald Trump tapur í North Carolina, verður trupult hjá honum at gerast forseti. Um Trump harafturímóti vinnur valið bæði í Florida og í North Carolina, verður valið sera spennandi. kl. 01.00 Atkvøðulop er, tá eitt valevni vinnur stórt, og tað kann longu gerast greitt, hvør gerst forseti í USA kl 01 í nátt. Tað skrivar amerikanska sjónvarpsrásin CNN. Er talan ikki um atkvøðulop, so kanst tú geva úrslitunum í svingstatunum Michigan, New Hampshire og Pennsylvania gætur, tá valhølini lata aftur har. kl. 04.00 Nú kann úrslitið koma, og í hølunum á tí kemur sigursrøðan. Anders Bo Rasmussen sigur, at vinnarin av forsetavalinum í fyrsta lagi heldur sína røðu kl 04.00 føroyska tíð. Í 2012 varð Barack Obama nevndur vinnari av valinum kl 04.38 danska tíð. Úrslitið av valunum til kongressina, guvernørsessirnar og lokalu statunum væntast at koma um somu tíð, sum úrslitið av forsetavalinum. Vit hava spurt veljarar, um tey hugsa um tað stríð, ið liggur handan rætt okkara at velja teir politikarar, ið skulu ráða. Ikki vóru tey nógv, sum hugsa um annað enn tað, sum er á skránni í dag. Valevnini hava verið røsk at ganga inn á gólvið at fortelja okkum, hvat tey ætla sær at arbeiða fyri, og tað hevur verið ein stór hjálp. Tað sigur Milicia og Zelkjo Bogdanovic, ið eru ættað úr Serbia Georg letur sum heild væl at standinum í kommununi, men hann fýlist á, at fleiri útstykkingar ikki eru gjørdar, nú tað um fá ár verður koyrandi gjøgnum Eysturoyartunnilin. Jógvan í Skorini, sitandi borgarstjóri er komin á valstaðin, og hann fer saman við áhugaðum borgarum at fylgja við og hoyra úrslitið, tá upptalt er. Borgarar og borgarstjóri sita í deyðatøgn og lurta, meðan talt verður. So hvørt ein atkvøða skal leggjast í bunka, verður navnið á valevninum lisið hart upp. Og tey telja við, áhoyrararnir. Fyrsta upptalda kommunan hetta kommunuval, var Skúvoyar kommuna. Vallutøkan var 78 prosent í lítlu kommununi og sitandi bygdaráðsformaður seinastu árini, Harry Jensen, fekk flestar atkvøður. Harry Jensen fekk 13 av teimum 37 møguligu atkvøðunum. Næst honum var Jákup Andrias Thomsen við 8 atkvøðum. 1 A Jón Midjord 12 2 B Jørmundur Jónsvein Hovgaard 17 3 B Delmar Tausen 14 4 B Bergljót Bertholdsen Ludvig 11 5 B Majken Elisabeth Jósveinsdóttir 9 Nývalda kommunustýrið í Hvannasundi Irdi Jacobsen B 67 Jákup Martin Poulsen B 43 Hans Fuglø Christiansen B 36 Sigmar Sørensen A 25 Ingrid Petersen B 18 Eingin varð valdur í bygdaráðið á Sandi av nýggja semjusøkjandi listanum, sum legði seg millum gomlu listarnar, ið seinnu árini hava havt meira enn trupult við at samstarva. Katrin Petersen fekk flest á listanum við 13 atkvøðum, men tað var ikki nóg mikið. Brandur Sandoy, sitandi borgarstjóri, fekk nógv flestar atkvøður. Borgarstjórin fekk 80 atkvøður og er helst afturvaldur sum borgarstjóri á Sandi næstu fýra árini. Listin hjá honum fekk fýra av sjey umboðum í kommunustýri. Tó er als einki avgjørt, tí hóast Tjóðveldi bleiv størsti flokkur í Vági við fýra sessum, so kunnu Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin skipa samgongu teirra millum. Tað er eisini merkisvert, at Levi Mørk, sum hevur sitið sum býráðslimur í Havn, er komin inn í Vági NÝVALT KOMMUNUSTÝRI nummarListi Navn Atkv. 1 B Erhard Joensen 83 2 B Conrad Gaard Joensen 31 3 C Eydis Kjærbo 67 4 C Levi Mørk 63 5 C Kirstin Strøm Bech 37 6 E Dennis Holm 131 7 E Anna Brattaberg Samuelsen 42 8 E Danjal Bjarkhamar 40 9 E Eyðbritt Krosslá 32 Kristin Michelsen vann slagið um Tvøroyrar kommunu. Kristin sjálvur fekk sjálvur flestar atkvøður og nýggi listi hansara fekk trý umboð í Tvøroyrar býráð meðan gamli Javnaðarlistin einans fekk tvey umboð. Tað merkir tó ikki, at Kristin Michelsen skal kenna seg tryggan í borgarstjórasessinum. Hinir báðir listarnir hava fingið tvey umboð hvør, og um teir báðir listarnir kunnu samstarva, so kunnu tey halda nýggja listan hjá Kristin uttanfyri ávirkan. NÝVALT KOMMUNUSTÝRI nummarListi Navn Atkv. 1 C Bjarni Hammer 138 2 C Bogi Johannessen 108 3 G Anita Vibergsdóttir 70 4 G Hallur í Heiðunum 68 5 K Kristin Michelsen 297 6 K Kristina Kambskarð Sørensen 72 7 K Alvi Mortensen 55 Janus Thomsen er nývaldur í bygdarráðið í Hvalba, og gjørdi eitt rimmar hál við 144 atkvøðum. Afturvaldir eru Trúgvi Gudmundarson, Niels Jacob Thomsen og Magni Bertholdsen, og nýggj á listanum eru Eir J. Norðberg, Niels Olaf Eyvindsson og Gunnhild Mortensen. NÝVALT KOMMUNUSTÝRI nummarListi Navn Atkv. 1 A Janus Thomsen 144 2 A Trúgvi Gudmundarson 79 3 A Niels Jacob Thomsen 28 4 A Eir J. Norðberg 26 5 A Niels Olaf Eyvindsson 21 6 B Magni Bertholdsen 60 7 B Gunnhild Mortensen 26 Pauli Trond Petersen fekk 251 atkvøður. í 2012 fekk hann 140. NÝVALT KOMMUNUSTÝRI Í VESTMANNA nummarListi Navn Atkv. 1 A Eyðun Hansen 85 2 A Ingi Olsen 61 3 B Pauli Trond Petersen 251 4 B John Zachariassen 49 5 B Laila Haldansen 49 6 B Herit Ey. Magnussen 38 7 B Durita á Heygum 30 NÝVALT KOMMUNUSTÝRI nummarListi Navn Atkv. 1 A Johannes Danielsen 158 2 A Súni í Hjøllum 129 3 A Niclas Frederik Davidsen 82 4 A Petur Jákup Anfinnur Dakko Petersen 59 5 A Kaj Eli Hansen 49 6 A Høgni Hansen 45 7 B Elin Ólavsdóttir á Torkildsheyggi 71 Tilsamans atkvøddu 465 fólk á Eiði. Valluttøkan er 88,2 prosent. NÝVALT KOMMUNUSTÝRI, EIÐI nummarListi Navn Atkv. 1 A Jógvan í Skorini 126 2 A Hans Jákup Drangastein Johansen 48 3 A Jóannis Grímur Hammer 40 4 A Konrad Joensen 36 5 A Ingun Mørkøre 30 6 A Jens Pauli Guldbrandsø Nolsøe 29 7 B Olaf Fríðheim 37 Aim Jacobsen, Marna Kárvør Jacobsen, Elisabeth Jóhanna Klode Davidsen og Anne Sophie Nordendal eru allar nývaldar í bygdarráðið í Sørvági, men flestar atkvøður fekk Sune Jacobsen aftur hesaferð. NÝVALT KOMMUNUSTÝRI nummarListi Navn Atkv. 1 A Aim Jacobsen 61 2 A Jóhan Frói á Ørg 54 3 A Marna Kárvør Jacobsen 53 4 A Jákup á Stongum 44 5 B Sune Jacobsen 83 6 B Elsebeth Jóhanna Klode Davidsen 39 7 B Anne Sophie Nordendal 38 Listi A fekk stóran meiriluta í kommunustýrið í Runavík við átta av elluvu sessum. Listi B fekk tvey umboð, meðan listi C fekk eitt umboð. Flestar atkvøður fekk Torbjørn Jacobsen, meðan Jonhard Danielsen gjørdist nummar tvey. NÝVALT KOMMUNUSTÝRI nummarListi Navn Atkv. 1 A Torbjørn Jacobsen 218 2 A Helgi Lamhauge Petersen 149 3 A Terje Beinar Vestergaard 137 4 A Etly Nord Højgaard 136 5 A Kári Egholm Jacobsen 109 6 A Jóhan Vest 105 7 A Kristian Gaardbo 100 8 A Selinda í Heiðunum 97 9 B Hans Jákup Johannesen 96 10 B Jonnhild Reynholdsdóttir 91 11 C Jonhard Danielsen 171 1060 greiddu atkvøðu. Valluttøkan var 85,3 prosent. NÝVALT KOMMUNUSTÝRI nummarListi Navn Atkv. 1 A Heðin S. Zachariasen 209 2 A Thordis Dahl Hansen 78 3 A Trygvi Kallsoy 61 4 A Hansina Jensen 47 5 A Jakoba Kruse 47 6 A Jóhan Heiðrikur Mouritsen 44 7 A Elias Hammer 43 8 A Magnus Pauli Dahl Olsen 39 9 B Pól Niklái Thorkildshøj 106 10 B Kári Matthíasson 46 11 B Elsa Maria Magnusardóttir Olsen 44 Jóhan Christiansen á lista E fekk eins og í 2012 flestar atkvøður, meðan Árni Jacobsen á lista C gjørdist nummar tvey og nummar trý gjrødist Uni Rasmussen á lista A. NÝVALT KOMMUNUSTÝRI nummarListi Navn Atkv. 1 A Uni Rasmussen 115 2 A Brandur Jacobsen 107 3 A Hjalti Hermanson Dalheim 66 4 C Árni Jacobsen 135 5 C Hans Mourits Foldbo 58 6 E Jóhan Christiansen 146 7 E Tollakur Joensen 56 8 E Gudny Langgaard 55 9 F Hanna Jensen 53 Var tað spennandi áðrenn, so gjørdist tað ikki minni spennandi á Tvøroyri, nú valstýrið váttar, at upprunaliga býti millum listarnar ikki var rætt. Javnaðarlistin fær tríggjar og ikki tveir býráðslimir, sum upprunaliga talt upp. Tað merkir, at tað stendur á jøvnum millum Javnaðarlistan og listan hjá Kristin Michelsen. Einsamalla valda umboðið á Borgaralistanum, Anita Vibergsdóttir, skal tí velja, hvønn hon peikar á, Bjarna Hammer ella Kristin Michelsen. Verður hugt at hvussu sessirnir eru býttir millum lista A og lista B í Sjóvar kommunu, so er tað neyvt tað sama sum til valið í 2012. Listi A fekk fimm umboð og lsiti B fekk tvey umboð. NÝVALT KOMMUNUSTÝRI nummarListi Navn Atkv. 1 A Artur Johansen 97 2 A Pole J. Hansen 50 3 A Lisa Frederiksberg 40 4 A Anfinn Gærdum 38 5 A Súni Olsen 37 6 B Steingrím J. Jacobsen 37 7 B Jákup Berthelsen 36 Fleiri met vóru sett í Klaksvíkar kommunu í kvøld. Borgarstjórin seinastu fýra árini, Jógvan Skorheim fekk ikki einans metnógvar persónligar atkvøður. Hann fekk flest atkvøður, sum eitt valevni nakrantíð hevur fingið í Klaksvíkar kommunu. Beinir Johannesen setti helst eisini met vit hava ikki fingið tað vátta enn við sínum einans 19 ungu árum er hann yngsti býráðslimir nakrantíð. Spenningur er hinvegin ikki nógvur í Klaksvík í kvøld. Samgongan hevur longu boðað frá, at hon ætlar at halda fram. Tað merkir, at Fólkaflokkurin við Gunvá í Keldu á odda, kann síggja fram til fýra ár aftrat í andstøðu. NÝVALT KOMMUNUSTÝRI nummarListi Navn Atkv. 1 A Gunvá við Keldu 221 2 A Atli S. Justinussen 182 3 A Beinir Johannesen 170 4 A Herfrí Sørensen 99 5 C Signhild V. Johannesen 166 6 C Tummas Lervig 78 7 D Jógvan Skorheim 728 8 D Kristian Eli Zachariasen 102 9 D Óli M. Lassen 80 10 D Beinta Klakstein 44 11 E Steinbjørn O. Jacobsen 135 Fýra umboð eru til lista V og fýra umboð til lista C í Vága kommunu, meðan listi B fekk trý umboð hesaferð. Rósa Samuelsen fekk flestar atkvøður, men munurin er ikki stórur millum flestu teirra, ið vórðu vald í kommunustýrið. NÝVALT KOMMUNUSTÝRI nummarListi Navn Atkv. 1 B Jórun S. Haraldsen 52 2 B Dánial Johansen 51 3 B Jóhannis Joensen 43 4 C Rósa Samuelsen 85 5 C Dánjal Thomsen 53 6 C Jonhard Joensen 37 7 C Albert Ellefsen 35 8 V Dagbjørn Hansen 58 9 V Jens Gaardlykke 56 10 V Eyðdis Hartmann Niclasen 55 11 V Heðin Poulsen 53 Javnaðarflokkurin er farin tvey umboð aftur í Tórshavnar kommunu. Flokkurin fær fimm umboð. Sambandsflokkurin fekk bert tað eina, Annfinn Brekkstein, ið tó bert hevur tvær atkvøður fleiri enn Kaj leo Holm Johannesen, ið sostatt ikki er valdur. Tjóðveldi hevur fingið fýra umboð, Fólkaflokkurin tvey umboð og Framsókn og Sambandsflokkurin bert tað eina umboðið hvør. Alt er tí opið enn. Sannlíkt er tó, at samgongan seinastu fýra árini, heldur fram. Samgonguflokkarnir hava stóran meiriluta aftur, um hugurin er til at halda fram. Søgan sigur okkum tó, at nógv kann henda yvir nátt. Úrslitið merkir, at varaborgarstjórin Jógvan Arge, ikki er afturvaldur og tað er Sjúrður Olsen, ið hevur verið formaður í vinnunevndini, heldur ikki. Kvinnurnar hava seinastu fýra árini verið væl umboðaðar í Tórshavnar kommunu, tí seks av teimum trettan býráðslimunum eru kvinnur, men nú fáa kvinnurnar meirilutan í býráðnum. Greinin heldur fram niðanfyri. Donald Trump segði, at Hillary Clinton hevur ringt til hansara og hevur ynskt honum til lukku við sigrinum. Tíðin er komin til at sameina tjóðina, sigur Trump í sigursrøðu. Seinastu tølini vísa, at Donald Trump hevur fingið 276 valmenn av teimum tilsamans 538. Harvið er tað endaliga staðfest, at hann hevur vunnið valið. Samgongan millum Javnaðarflokkin, Fólkaflokkin og Sambandsflokkin heldur fram, og Annika Olsen verður varaborgarstjóri. Harumframt fær Fólkaflokkurin væl lønta sessin í SEV stýrinum. Tjóðveldi, sum hevði stóra framgongd á valinum, heldur fram í andstøðu, og Framsókn, sum fekk ein býráðssess, er eisini í andstøðu. Anita Vibergsdóttir, ið er einsta umboð hjá Borgarlistanum, og sum kom í eina lyklastøðu, tí Javnaðarflokkin og Kommunulistin fingu tríggar sessir hvør, segði í gjár, hon fór at krevja borgarstjórasessin. Útvarpið hevur í morgun roynt at fáa fatur á Anitu Vibergsdóttir og Kristini Michelsen, men tað er ikki eydnast til tíðindasendingarnar fyrr í morgun. Javnaðarlistin á Tvøroyri og Kommunulistin hjá Kristini Michelsen eru so ósamdir, at samstarv teirra millum at kalla hevði verið ógjørligt. Sostatt bendir alt á, at teir báðir løgtingsmennirnir hjá Javnaðarflokkinum, Kristin Michelsen og Bjarni Hammer, sum hava verið ávíkavist borgarstjóri og varaborgarstjóri, hava mist sessirnar. Kristin Michelsen sendi fyrradagin bræv til lokalnevndina hjá Javnaðarflokkinum á Tvøroyri. Har bað hann um váttan fyri, at tey framvegis stuðla honum,sum umboð teirra á løgtingi. Signar Dam, formaður í lokalfelagnum á Tvøroyri, segði við in.fo í gjár, at tey fóru at svara Kristini Michelsen eftir kommunuvali. Tí er spurningurin, hvørja ávirkan valúrslitið á Tvøroyri fær á Javnaðarflokkin á tingi. Tað gekk væl hjá Anitu Vibergsdóttir á Borgaralistanum á Tvøroyri á kommunuvalinum. So væl, at hon í gjárkvøldið kravdi borgarstjórasessin. Kravið stendur kortini ikki við, nú bara 12 tímar eftir at valúrslitið á Tvøroyri var klárt. Í morgun krevur hon ikki longur borgarstjórasessin. Ja, eg segði, at eg fór eftir borgarstjórasessinum. Men tað hendir so nógv í politikki og forhandlingum, segði hon við útvarpstíðindini klokkan 10 í morgun. Hetta er ikki bara ein spurningur um at verða borgarstjóri. Hetta er eisini ein spurningur um gongdina á Tvøroyri seinastu árini, sigur Anita Vibergsdóttir nú. Hoyr alla samrøðuna, Beinta Løwe hevði við Anitu Vibergsdóttir í útvarpstíðindunum klokkan 10, á slóðini her Útvarpstíðindi.10 00 09.11.2016 Vit hoyra um eitt vælkent djór og tað er um lundan. Lundar úr Skúgvi eru partar av arktiska økinum í djóragarðinum í Keypmannahavn. Saman við álkum og lomvigum búgva føroysku lundarnir í einum eftirgjørdum fuglabergi, har gras veksur og lundaholur eru bygdar. Flemming Nielsen var í Føroyum í Skúgvi tá eftir 48 eggum, sum síðani vóru klakt í klekingarmaskinum í Danmark. So í dag vitja vit Flemming í djóragarðinum í Keypmannahavn. Ingi Rasmussen tosar fyri Flemming og Erla Zachariassen týddi til føroyskt. Jógvan Skorheim, sum hevði eitt gott val, segði annars, at samgongan millum Nýggja Sjálvstýri, Javnaðarflokkin og Tjóðveldi fór at halda fram, men nú sigur Norðlýsið, at Fólkaflokkurin hevur bjóðað Javnaðarflokkinum borgarstjórasessin. Ja, vit hava bjóðað Javnaðarflokkinum eitt samstarv, men tey siga, at tey hava lovað sitandi meirluta at hava eina samráðing. Tey møtast fyrst og síðani taka vit tað harfrá, sigur Gunvá við Keldu úr Fólkaflokkinum við in.fo Tí verður Aim Jacobsen, ið fekk flestar atkvøður á lista A, borgarstjóri, tí listi A hevur einsamallur meirlutan í Sørvágs bygdaráð. Listi B, har sitandi borgarstjórin, Sune Jacobsen, stillaði upp til kommunuvalið í gjár, fekk tríggjar sessir, og er tí í minniluta í bygdaráðnum. Fólkini á lista A hava enn ikki tosað saman, sigur Aim Jacobsen, ið fekk 61 atkvøður. Hon umhugsar at taka av, fær hon bjóðað borgarstjórasesin. Borgarstjórin í Vági, Dennis Holm úr Tjóðveldi, hevði eitt sera gott persónligt val og gjørdist greiður toppskorari við 131 atkvøðum, men enn er ikki vist, at hann verður borgarstjóri, hóast ábendingar eru um tað. Tjóðveldi fekk fýra, Javnaðarflokkurin trý og Sambandsflokkurin tvey umboð vald á kommunuvalinum í Vági í gjár. Tí er ikki sjálvsagt, at Dennis Holm heldur fram sum borgarstjóri. Seinastu árini hevur samgonga verið millum Tjóðveldi og Javnaðarflokkin, meðan Sambandsflokkurin hevur sitið í andstøðu, men í løtuni eru allir tríggir flokkarnir í samráðingum um eitt felags samstarv. Vit sita nú allir tríggir flokkar og tosa um eitt grundarlag fyri breiðum samstarvi næstu fýra árini, sigur Dennis Holm, sum ynskir at halda fram sum borgarstjóri. Fundur er avtalaður aftur í morgin. Tá væntar borgarstjórin, at tað verður greitt, um allir flokkarnir kunnu fara í eitt felags samstarv, og hvør verður borgarstjóri. 19 ára gamli Beinir Johannesen varð triðvaldi býráslimur hjá Fólkaflokkinum í Klaksvíkar býráð. Morgunsendingin var við, tá ið atkvøðurnar hjá honum vórðu taldar upp. 14 av teimum til samans 594 fólkunum, ið vórðu uppstillað í teimum 29 kommununum, fingu ongar atkvøður, vísir uppteljingin frá valinum. Upprunaliga skuldi Ternan fara aftur í sigling síðst í oktober, men Ternan hevði fingið skeivan eykalut, og tí fór hon ikki aftur í sigling tá. Blekkið var ikki meira enn gott og væl tornað á semjuni millum Javnaðarflokkin, Fólkaflokkin og Sambandsflokkin um at skipa samgongu eftir býráðsvalið í Havn í gjár, so hálsaði Fólkaflokkurin um og skipaði samgongu við Tjóðveldi og Framsókn. Tjóðveldi, sum fekk fýra býráðslimir á valinum í Havn i gjár, er størsti flokkur í samgonguni, og flokkurin fær formansskapin í øllum nevndum uttan vinnunevndini. Fólkaflokkurin fær formanssessin í vinnunevndini og borgarstjóran. Á tíðindafundinum segði Annika Olsen, at hon ætlar at gera eina langtíðar íløguætlan fyri kommununa, og ætlanin er eisini at lækka skattin millum eitt hálvt og eitt prosent í valskeiðnum. Hini í samgonguni eru Bergunn Kass í Framsókn, Turið Horn, Marin Katrina Frýdal og Jákup Dam í Tjóðveldi, og Bogi Andreasen í Fólkaflokkinum. Tey, sum hugdu at Degi og Viku fyrr í kvøld, fingu fatan av, at øll vóru glað í samgonguni, sum Javnaðarflokkurin, Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin ætlaðu at skipa eftir býráðsvalið í Havn í gjár. Vit gjørdu eina greiða avtalu í nátt, og vit hava sitið og samráðst í allan dag. Vit hava býtt nevndarsessir ímillum okkum. Og nú, tá vit eru komin á mál, boðar Annika Olsen brádliga frá, at hon fer at skipa samgongu saman við Tjóðveldinum, sigur Heðin Mortensen við in.fo. Hann hevði júst sæð í Degi og Viku, hvussu fegin Annika Olsen var um nýggja sess sín sum varaborgarstjóri saman við sær, og so bara hálvan tíma seinni sat hon saman við andstøðuni og var nú sjálv borgarstjóri. Eg sá hana í sjónvarpinum í kvøld. Har var alt so eviga deiligt. Hon hevði fingið alt, sum hon hevði peikað á, og hon helt eisini, at havnarborgarar høvdu givið mær sera stórt álit at vera borgarstjóri. Men hálvan tíma aftaná, so møtir hon upp her og sigur, at hon hevur gjørt eina nýggja avtalu við Tjóðveldi, greiðir Heðin Mortensen frá í gongini í Býráðshúsunum á Vaglinum í kvøld. Hon er ikki borgarstjóri enn. Býráðið skal samtykkja tað, og tað eri eg, sum kalli inn, og tað kann taka ein mánað ella meira enn tað, sigur hann. Hatta eru skitin vápn, sum hon hevur brúkt, og tað sigur nakað um hasa damuna. Tað má eg bara siga, sigur Heðin Mortensen, sum sigur seg hava onkran trumf eftir í ermuni. Tjóðveldi slapp ikki við í býráðssamgonguna í Klaksvík. Nýtt Sjálvstýri og Javnaðarflokkurin hava seks av teimum 11 býráðslimunum í Klaksvík og fara at skipa samgongu. Nýtt Sjálvstýri, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi hava annars verið í samgongu seinastu fýra árini. Tað ber helst við sær, at Jógvan Skorheim verður bæði borgarstjóri og løgtingsmaður. Tað var Tjóðveldi í Klaksvík, sum sýtti honum at røkja báðar sessirnar samstundis. Tjóðveldi misti tveir býráðssessir á kommunuvalinum í gjár, úr trimum niður í ein. Anfinn Brekkstein í Sambandsflokkinum skuldi verða formaður í teknisku nevnd og fáa sess í fíggjarnevndini í samgonguni, sum Javnaðarflokkurin, Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin ætlaðu at skipa. Nýggja samgongan millum Tjóðveldi, Fólkaflokkin og Framsókn beyð eisini Sambandsflokkinum at koma uppí, men Anfinn Brekkstein tók ikki av, tí hann fekk onki burturúr. Hvat er í væntu, nú republikanarin Donald Trump flytir inn í Hvítu Húsini í Washington, samstundis sum hansara flokkur hevur meirilutan av Kongressini Stefan í Skorini og Páll Holm Johannesen geva sítt boð. Og hvat sigur maðurin, sum um dagarnar lænti 2,6 milliardir krónur. Teitur Samuelsen greiðir frá milliardaláninum, sum almenna tunnilsfelagið Eystur og Sandoyartunlar hevur tikið. Men hann viðgongur, at støðan, sum er íkomin í Havn, eftir at Fólkaflokkurin hevur skipað samgongu við Tjóðveldi og Framsókn, er óheppin. Síðani Fólkaflokkurin vendi Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum bakið í gjárkvøldið, og fór í part við Tjóðveldi og Framsókn, hevur Heðin Mortensen víst á, at hann er avgerandi atkvøðan í samgonguni, og at nógv stór mál eru á skránni, eitt nú fiskivinnunýskipanin. Eg skilji væl, at Heðin Mortensen kennir seg lumpaðan, og eingin sigur, at seinasti leikurin í talvinum um leiðsluna í høvuðsstaðarkommununi, er telvaður, sigur Aksel V. Johannesen, sum eisini er formaður í Javnaðarflokkinum. Konsertin verður í Sjónleikarhúsinum í Havn. Á skránni verða aldargomul føroysk løg av nýggju fløguni, Tívils døtur. Umframt tær fýra nevndu verður eisini fasti limurin, Greta Svabo Bech, í bólkinum. eirra tónleikur er ein blandingur av kompositión og improvisatión, minimalismu og spekralismu, akkustikki og elektronikki, cello og kontrabass. Nevndarsessirnir verða býttir soleiðis, at Borgaralistin fær formannin í mentanar og trivnaðarnevndini, og Nýggi listin fær formanssessin í teknisku nevnd, vinnunevndini og fíggjarnevndini. Eitt av endamálunum hjá samtakinum, er at ganga á odda fyri menning í byggivinnuni, eins og at tillaga byggihættirnar og syrgja fyri, at nýggj og neyðug tøkni verður tikin inn í føroyska byggivinnu, so hvørt hendan kemur fram, soleiðis, at fleilir í byggivinnuni kunnu minimerast, sigur formaðurin í Buggiharrasamtakinum, Ewald Kjølbro. Somuleiðis skal Byggiharrasamtakið slóða vegin fyri almenna byggipolitikkinum. Sumbingar kvøða kvæði um Frísarnar, sum Poul F. Joensen yrkti. Bjarni Vestergaard og John Lisberg skipa. Betty Poulsen skipar Frisk op. Kvinnur í Sumba kvøða. Jómsvíkingar í Vági kvøða Leiv Øssursson. Arnfinnur Bjarkhamar skipar. At enda skipar Gunnar Poulsen Stríði í Húnalondum. Sumbingar kvøða. Poul F. Joensen yrkti kvæðið í 1920 unum. Landspolitikkur og kommunalpolitikkur eru hvør sítt, og var ætlanin at blanda landspolitikk og kommunalpolitikk saman, átti at verðið gjørt fyri valið. Forkvinnan í Demokratia og landsstýriskvinnan í javnstøðumálum halda báðar, at aðrir faktorar enn kyn skulu takast við í javnstøðukjakið. Men uppgávan hjá Demokratia skal framhaldandi bert snúgva seg um kynsbýtið, tí enn er langt á mál. Hann sigur, Heðin Mortensen hevði møguleika longu valkvøldið at skipa samgongu saman við Tjóðveldi og Framsókn, men í staðin fór hann til Fólkaflokkin og Sambandsflokkin. Tað snýr seg meira um Heðin sjálvan enn um Javnaðarflokkkin, sigur Svein Tróndarson, sum var gestur hjá Sigrún Brend í útvarpstíðindunum á middegi. Tað sigur Poul Michelsen, formaður í Framsókn. Hann ætlar ikki at hjálpa løgmanni, nú Heðin Mortensen missir borgarastjórasessin í Tórshavnar kommunu. Nýggja býráðið hevur eisini skipað ymsu nevndirnar, millum annað hava tey gjørt eina náttúru og umhvørvisnevnd. Í henni er nývaldi Jóhan Vest formaður. Skaldsøgan Óendaliga vera , sum Marjun Kjelnæs skrivaði og fekk Bókahandlaravirðislønina í 2015 fyri, verður ummæld. Vár í Ólavsstovu og Heðin M. Klein viðgera skaldsøguna.Suðuroyggin er ein leys oyggj, ið hevur nógvar ymiskar avbjóðingar, millum annað í mun til minking í fólkatali, umframt at tað tykist truplari hjá norðoyingum at koma til suðuroyar enn tað er hjá suðuroyingum at koma til Havnar. Men suðuroyggin hevur eina rúgvu av mentanarligum tilboðum, og ikki vantar oynni framsíggin fólk, ið tora at skapa og byrja egið virksemi, ið bæði er annarleiðis og fjølbroytt. Vit hitta fimm av hesum fólkunum, ið eru við til at menna oynna til eitt prát um mentan, list, ferðavinnu, samleika, hugsjónir, avbjóðingar, vónir og dreymir fyri framtíðina í oynni á kafe MorMor á Tvøroyri. Og vit hoyra brot úr samrøðu frá 2003 við tónlistamannin Óla Hans Andreasen, sum doyði herfyri, 50 ára gamal. Demoupptøka frá 1984 av ókendum sangi hjá bólkinum Funkies, sum hann var høvuðsmaður í, verður spæld. Javnaðarflokkurin fór í tvíningar beint undan valinum, og hálvan annan tíma fyri, at freistin at lata valevnislistar inn, var úti, fekk Kristin Michelsen stovnað nýggjan lista, Kommunulistan, sum eftir valið situr við valdinum. Javnaðarflokkurin, við trimum umboðum, fekk onki burturúr. Valkvøldið ætlaði Anita Vibergsdóttir á Borgaralistanum sær borgarstjórasessin, tí hon var avgerandi fyri, at ein samgonga kundi skipast. Men tá tvøráfólk vaknaðu í gjár, var Anita ikki vorðin borgarstjóri kortini. Anita Vibergsdóttir hevur seinastu árini sitið í býráðnum á Tvøroyri fyri Fólkaflokkin, men stillaði hesaferð upp fyri Borgaralistan, sum er ein tvørpolitiskur listi, ið vildi hava broytingar. Men tey fingu broytingar, tí tey valdu Kristin Michelsen til borgarstjóra, meðan Anita Vibergsdóttir tók til takka við varaborgarstjórastarvinum. Á Tvøroyri hava søgur gingið um, at Kristin Michelsen skal hava gjørt eina avtalu við Fólkaflokkin, og tí gjørdist hann aftur borgarstjóri, men hesum vísur Kristin Michelsen aftur. Hann vil ikki gera samrøðu í dag, men sigur, at hann onga avtalu hevur gjørt hevur við Fólkaflokkin ella nakran annan, uttan Anitu Vibergsdóttir. Men harvið eru allar súðir ikki syftar á Tvøroyri, tí valdagin vildi Kristin Michelsen hava svar frá lokalfelagnum á Tvøroyri, um hann felagið framvegis stuðlaði sær sum umboð felagsins á løgtingi. Tá segði Signar Dam við in.fo, at tey helst fóru at taka støðu til tað í gjár, men í gjár segði Signar Dam við in.fo Tað hevur ongan hast, so tað verður ein av døgunum. Aksel V. Johannesen, løgmaður, Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, og Poul Michelsen, formaður í Framsókn, fara á fund klokkan fimm at umrøða støðuna, sum er íkomin av politiska rumblinum í býráðnum í Tórshavnar kommunu. Heðin Mortensen er firtin um, at Tjóðveldi og Framsókn hava gjørt samgongu við Tjóðveldi, sum ber í sær, at Heðin Mortensen missir borgarstjórasessin Tórshavnar kommunu. Poul Michelsen segði fyrr í dag, at tað er Javnaðarflokkurin, sum hevur ein trupulleika. Og hann ætlar ikki at hjálpa Akseli V. Johannesen, løgmanni og formanni í Javnaðarflokkinum. Gunvør Balle, sum er fyrstvald á listanum hjá Tjóðveldi, sigur, at samgonga er gjørd millum Tjóðveldi, Fólkaflokkin og Framsókn, og Tjóðveldi ætlar ikki at verða undir undir trýsti. Í Klaksvík vunnu kyndilsmenn sannførandi á Team Klaksvík. Talan var ikki um ein vælspældan dyst, men málverjarnir báðir sýndu stórspæl í hvør sínum hálvleiki. Dysturin millum H71 og KÍF varð stroymdur á heimasíðu okkara, og Maria Ziskason Nesá segði frá. Spenningurin helt sær alla tíðina og ongantíð vóru fleiri enn tvey mál á muni. Náttina eftir valið skrivaði hann sum sambandsmaður undir avtalu við Fólkaflokkin, ein tíma seinni fór hann í samgongu við Tjóðveldi og Javnaðarflokkin. Hóttanirnar hjá Heðini Mortensen, borgarstjóra, um at tað fer at ávirka samgonguarbeiðið í løgtinginum, um Javnaðarflokkurin verður hildin uttan fyri samgonguna í Tórshavnar býráð, hava ikki havt nakra ávirkan á býráðssamgonguna millum Fólkaflokkin, Framsókn og Tjóðveldi. Tí í gjárkvøldið sendu teir tríggir flokkarnir út tíðindaskriv og boðaðu frá, at teir eru samdir um at samstarva næstu fýra árini. Tíðindaskrivið varð sent út, eftir at Aksel V. Johannsen, formaður Javnaðarfloksins, Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, og Poul Michelsen, formaður í Framsókn, høvdu havt fund um støðuna. Annika Olsen verður borgarstjóri, Gunvør Balle varaborgarstjóri, og so fær Tjóðveldi flestu nevndarformennirnar, tí flokkurin fær formannin í Teknisku nevnd, Mentamálanevndini, Trivnaðarnevndini, Náttúru og Umhvørvisnevndini, Byggi og býarskipanarnevndini og Økisnevndini. Í tíðindaskrivinum verður sagt, at í løtuni situr býráðssamgongan og skrivar samgonguskjal um yvirskipaða politikkin komandi valskeiðið. Bjørn Kalsø spurdi millum annað, um arbeitt verður við at broyta leiðslubygnaðin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, og um arbeitt verður við at skerja tilbúgvingina á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Tí er politisk støða ikki tikin til tey ítøkiligu tilmælini um leiðslu og tilbúgving, sæst í svarinum frá Sirið Stenberg til Bjørn Kalsø. Nýtt Sjálvstýri og Javnaðarflokkurin hava gjørt samgongu uttan um Tjóðveldi og tað er Steinbjørn Jacobsen, einasti býráðslimurin hjá Tjóðveldi, vónbrotin um. Hvat ætlar uttanríkisráðharrin at gera fyri at Føroyar verða nevndar sum eitt land í tí Evropeiska Arktis í framtíðar útsagnum hjá ES um Arktis. Í frágreiðing sínari um Arktis tann 25. oktober harmaðist Kristian Jensen um, at Føroyar ikki vóru nevndar sum land í Evropeiska Arktis, í felagsfráboðan frá ES um Arktis. Tórbjørn Jacobsen undrast eins og ráðharrin á, at Føroyar ikki verða nevndar og hann kundi hugsað sær at vita, um uttanríkisráðharrin hevur nakra frágreiðing um, hví Føroyar ikki eru nevndar í felagsfráboðanini. Forlagið Sprotin gav út bókina í 2015, Edward Fuglø hevur gjørt kápumyndina til føroysku útgávuna. Sonja Kjølbro hevur staðið fyri umbótingini. Nývalda bygdarráðið í Nes kommunu hevur skipað seg við borgarstjóra og varaborgarstjóra. Eisini eru føstu nevndirnar skipaðar. Jóhannus Danielsen heldur fram sum borgarstjóri eftir 1. januar 2017, og Súni í Hjøllum heldur fram sum varaborgarstjóri. Fíggjarnevndin, tekniska nevnd, trivnaðarnevndin og mentanarnevndin eru mannaðar, men vinnunevndin er niðurløgd og virkisøkini har løgd undir hinar nevndirnar, sigur kommunan í tíðindaskrivi. Nevndirnar eru mannaðar soleiðis Fíggjarnevndin Brandur Sandoy, Poul Klementsen og Hendrik Egholm Vinnu og Tøkninevndin Heri Sverrason, Hanna á Reynatúgvu og Eyðvarur Petersen Trivnaðar og Mentanarnevndin Heri Sverrason, Hanna á Reynatúgvu og Poul Klementsen Havnanevndin Bjarki Henriksen, Eyðvarur Petersen, og Poul Klementsen Umhvørvisnevndin Bjarki Henriksen, Eyðvarur Petersen og Poul Klementsen Sandoyar Skúlasamband Hendrik Egholm Hinir sessirnir verða býttir seinni, stendur í tíðindaskrivi frá Brandi Sandoy, borgarstjóra. Sunnudagin leggja Jórun Mørkøre og David Arge Galán leiðina til Los Angeles at taka lut í heimsmeistarakappingini hjá WNBF. Morgunsendingin var við Jórun til venjing í gjár. Kári P. Højgaard vildi millum annað vita, um landsstýrismaðurin hevur kunnleika til, at alifeløg mugu rinda stórar upphæddir til hummarafiskarar aftur fyri at fáa arbeiðsfrið til sítt virksemi. Høgni Hoydal sigur seg einki vita um avtalur, ið eru gjørdar millum alifeløg og hummarafiskarar, men tílíkar avtalur eiga ikki at hava ávirkan á, hvussu hummarafiskiskapur verður skipaður. Tað er ikki ólógligt at gera slíkar avtalur, men tað er ikki rætt, at privat gera avtalu sínamillum um virksemi, sum er skipað við almennari lóggávu, sigur Høgni Hoydal. Myndugleikarnir, sum umsita hummarafiskiskap og aling, eru ikki bundnir av møguligari avtalu, sum er gjørd millum eigarar av hummarabátum og alarar. Og tílíkar avtalur hava ikki týdning fyri, hvussu lóggáva ella myndugleikar skipa og viðgera hesi øki, sigur Høgni Hoydal. Umrøður í fjølmiðlunum um avtalur millum alifeløg og hummarafiskarar vísa, at tørvur er á betri samskipan av ymiskum virksemi á sjónum, sigur landsstýrismaðurin. Eisini er neyðugt at fáa betri vitan um, hvar hummarafiskiskapur fer fram, so tað í størri mun kann vera gjørligt at samskipa virksemið soleiðis, at alarar og hummarafiskarar kunnu virka uttan at tarna hvør øðrum, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður. Marjus Dam, formaður í kommunulæknafelagnum sigur, at í nógvum førum er ikki neyðugt at skriva umsókn til sterilisatiónsnevndina. Tó, eru tað ungfólk, skal umsókn skrivast, men verður tosað um fólk í aldrinum miðskeiðis í tretivunum og eldri, er vanliga ikki neyðugt at skriva umsókn til sterilisatiónsnevndina. Eitt sindur um sterilisatiónsnevndina. Eftir 2 í lóg nummar234 av 3. juni 1967 um sterilisatión, krevst loyvi til sterilisatión, uttan so er, at serlig læknalig atlit gera tað neyðugt at fremja inntriv, kann sum í givið fall góðkennast av viðkomandi yvirlækna á Landssjúkrahúsinum uttan loyvi frá sterilisatiónsnevndini. Tað er ásett í 4 í lógini, nær sterilisatiónsnevndin kann loyva sterilisatión. Í sterilisasatiónsnevndin eru sorinskrivarin og landslæknin føddir limir. Harumframt er nevndin samansett af 3 valdum limum, ið verða tilnevndir av Sundhedsstyrelsen í Danmark. Teir valdu limirnir eru yvirlækni, serlækni í kvinnusjúkum og yvirlækni, serlækni í sálarsjúkum og jarðarmóðir. Eyðdis Hartmann Niclasen megnaði at telva seg til borgarstjórasessin í Vága Kommunu, hóast hon fekk fjórðflestar atkvøður av teimum, ið komu inn. Hon hevur kortini vónir um, at tað fer at bera til, at fáa eina aðra samgongu í Tórshavnar býráð, og Bjørg Dam nevnir møguleikan fyri eini samgongu millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn. Listi A fekk flestar atkvøður á kommunuvalinum í Kunoy, og sambært Jógvani á Høvdanum átti listi A, sum var listin fyri Kunoyar bygd, at fingið borgarstjóraessin. Suni Justinussen er nevndarformaður í p.f. Kreton á Glyvrum, sum er kappingarneyti hjá Sundsverkinum. Hann sigur, at teir høvdu havt áhuga fyri at sæð útgerðina, áðrenn hon varð seld, og einasti máti at fáa útgerðina fyri marknaðarprís er at bjóða hana út. Landsverk er givið við sínum asfalteringsvirksemi, tí stovnurin heldur, at kappingin millum privatu útbjóðararnar er nóg góð til tess at tryggja kapping. Tí verða allar uppgávur at asfaltera hjá landinum bodnar út til privatar fyritøkur, og øll útgerðin hjá Landsverki at asfaltera við verður seld. Landsverk gevst í næstum við øllum asfalteringsvirksemi, tí stovnurin metir, at kappingin millum privatar fyritøkur um asfalteringsuppgávurnar er nøktandi. Men í staðin fyri at bjóða alla útgerðina út, letur Landsverk eina fyritøku sleppa fram at útgerðini fyrst, og ætlar síðani at bjóða restina út. Tað byrjaði við einum fyrispurningi frá Meginfelag Útróðrarmanna í februar 2016 til Fiskimálaráðið um møguleikarnar fyri at fáa fatur á ónýttum fiskidøgum til limir teirra, sum renna seg í loftið fyri útlutaðar dagar 2015 16. Eftir at hava lisið kæruna, frágreiðingina frá Fiskimálaráðnum og skjølini í málinum, hevur umboðsmaðurin einki at viðmerkja til niðurstøðuna hjá Fiskimálaráðnum, men gevur Fiskimálaráðnum átalu fyri ikki at halda góðan fyrisitingarsið, tí Kommunuvalið fór afturum og eitt úrslit tykist vera, at hvør vil sær sjálvum sæta. Í Klaksvík tók kafeeigarin lógina í egna hond, tá hon fanga tríggja øltjóvar og kravdi, at teir smíðaðu henni nakrar hillar. Við í sendingini hava vit trý ung fólk, ið nú eftir valið fáast við politikk dagliga. Tey eru Beinir Johannesen, Terja Ósa og Sonja Michaelsen, og tey eru øll errin av sínum vali og greiða frá, hvussu lívið var undir valstríðnum. Eisini flyta vit okkum yvir til valið í USA, og tey ungu í Føroyum hava eisini sítt at siga um tað. Guðrun skilir, hví fólk hava valt Trump sum forseta, men vísir á, at tú ikki kanst velja og vraka ímillum útsøgnir og gerðir hjá politikarum og eisini sum veljjari mást taka ábyrgd fyri, at hatski retorikkurin hjá Trump vinnur fram. Maðurin, sum politiið eftirlýsti í gjárkvøldið, er funnin. Løgreglan sóknaðist eftir einum 51 ára gomlum manni, sum ikki hevði latið frætta frá sær síðan hóskvøldið. Hann varð funnin klokkan sjey minuttir yvir 10. Vakthavandi á politistøðini sigur, at maðurin hevur tað gott, og løgreglan ger ikki meira við málið. Tað eru 40 ár síðani Apotekið flutti av Vaglinum og niðan á Trapputrøðna. Men mánadagin letur Apotekið upp í Steinatúni, í gamla Føroyabankabygningunum. Í fyrstu atløgu verður talan bert um sølu av handkeypsvørum. Upplatingartíðirnar verða tær somu, sum tær hjá apotekinum á Trapputrøðni. Eftir fínteljingina av bygdarráðsvalinum týsdagin, gjørdist javnt millum Símin Hannus Johannesen og Poul Jákup Thomsen, báðir á lista B, sum er Dalslistin, teir fingu níggju atkvøður í part. Lutakast var millum teir báðar, og Poul Jákup Thomsen, sum býr á Skarvanesi vann. Á Skarvanesi búgva 12 fólk, og av teimum hava níggju valrætt. Poul Jákup Thomsen fegnast um stuðulin. Í kommunustýrinum fyri Húsavíkar Kommunu sita nú umframt Poul Jákup Thomsen, Brynhild Sørensen, Jonna Anthoniussen, Vinjard Tungá og Oddvør Johannesen. Bygdarráðið hevur ikki skipað seg enn. Komandi amerikanski forsetin Donald Trump er longu gingin saman við viðurkendum ráðgevum og lobbiistum í Washington, hóast hann alt valstríðið lovaði stuðlum sínum at tveita politisku elituna út úr høvuðsstaðnum. Tað skrivar CNN á heimasíðuni. Fyrrverandi ráðgevar hjá Ronaldi Reagan, George Bush og Dick Cheney eru millum ráðgevarnar hjá Donald Trump. Sambært CNN kunnu ráðgevarnir fáa sera stóra ávirkan á politisku dagsskránna, tá ið Trump tekur við forsetaembætinum í januar, tí boðskapurin hjá nývalda forsetanum higartil hevur verið óítøkiligur. Bergun Kass, sum er vald í býráðið fyri Framsókn, váttar fyri Kringvarpinum, at Heðin Mortensen hevur ringt og boðið til samráðingar. Men tá Heðin Mortensen ikki hevði áhuga fyri okkum valkvøldið, so hava vit heldur ikki áhuga í Heðini Mortensen nú, sigur Bergun Kass. Samstarvsavtalan, sum Framsókn hevur undirskrivað, stendur við, sigur hon. Heðin Mortensen váttar skrivliga, at hann hevur boðið Framsókn varaborgarstjórasessin og annað, sum Framsókn vil hava. Annika Olsen segði við útvarpið í gjár, at Fólkaflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn verða ætlandi liðug við sítt samgonguskjal um vikuskiftið. Endamálið við degnum er at kunna um arbeiðið hjá skjalasøvnunum, hvønn leiklut skjalasavnið hevur sum mentanarstovnur, og vísa hvørja nyttu einstaklingar og samfelag kunnu fáa burtur úr søvnunum. Vanliga eru tað bert starvsfólk á Landsskjalasavninum, sum hava atgongd til høvuðsgoymsluna í V.U.Hammershaimbsgøtu 11, men í dag er er opið fyri almenninginum. Sambandsflokkurin hevur staðið seg illa til kommunalvalið í høvuðsstaðnum, síðan Heðin Mortensen fór upp í Javnaðarflokkin í 2004. Floksformaðurin vónar, at tær atkvøðurnar koma aftur til kommunuvalið um fýra ár. Tí er floksleiðslan farin at venda sær til lokalfelagið, so flokkurin verður styrktur, sigur Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, við Una Holm Johannesen. Hetta sigur nývaldi amerikanski forsetin, Donald Trump, við blaðið The Guardian. Eg var sera forskammaður at viðganga, at familjan er úr Týsklandi. Familjan Trump kemur úr lítlu bygdini Kallstadt úr Reinland Pfalz umráðnum. Ein lítil bygd við umleið 1200 íbúgvum, sum er mest kend fyri, at maðurin, sum seinni gjørdi Heinz ketsjupp, kom úr bygdini. Abbi Donald Trump, Friederich Trump, rýmdi úr heimbygdini bert 16 ára gamal í 1885, og fór til Alaska at grava eftir gulli. Hetta eydnaðist sera væl. og tað gullið hann fann, sendi hann til tvær systrar, sum búðu í New York, og tær báðar keyptu so fastognir fyri gullið. Eftir at hava grava gull í nógv ár, flutti Friederich Trump heimaftur til Kallstadt, men av tí at hann ikki hevði verið í týskari hernaðartænastu, fekk hann ikki týskan ríkisborgararætt, og flutti tí aftur til Amerika. Tá hevði hann týska konu við sær, og tey fingu sonin Fred Trump, sum so seinni fekk sonin Donald. Sum sagt, var Donald Trumpi nógv ár forskammaður av sínum týsku ættarbondum, allarhelst tí Amerika og Týskland ikki stóðu so væl um sátt orsaka Fyrra og Seinna Verðaldarbardøgum. Í bókini The art of the deal , sum er um haldilsmannin Donald Trump, sigur hann, at familjan kemur úr svenska býnum Karlstad. Seinni hevur hann so viðgingið, at familjan er týsk, og at hann er errin av at vera ein Kallstadter. Grønlendskir politikarar hava annars sagt seg stúra fyri avleiðingunum, nú Donald Trump verður forseti í USA. Men Qujaukuitsoq er meira diplomatiskur í sínum orðingum, skrivar grønlendska blaðið Sermitsiaq. Grønland og USA hava søguliga samstarvað væl um verjupolitikk og gransking annars, vísir grønlendski landsstýrismaðurin í uttanríkismálum á. Verjuavtalan frá 1951 hevur havt við sær, at grønlendska sjóøkið og grønlendska loftrúmið hava stóran strategiskan týdning fyri USA, sigur Qujaukuitsoq í heilsan til Donald Trump. Eisini hevur USA virknan leiklut í artiska ráðnum. Eg eri sannførdur um, at tað ber til at styrkja sambandið og samstarvið millum Grønland og USA enn meira, sigur hann. Grønlendskir politikarar hava annars sagt seg stúra fyri avleiðingunum, nú Donald Trump verður forseti í USA. Men Qujaukuitsoq er meira diplomatiskur í sínum orðingum, skrivar grønlendska blaðið Sermitsiaq. Grønland og USA hava søguliga samstarvað væl um verjupolitikk og gransking annars, vísir grønlendski landsstýrismaðurin í uttanríkismálum á. Verjuavtalan frá 1951 hevur havt við sær, at grønlendska sjóøkið og grønlendska loftrúmið hava stóran strategiskan týdning fyri USA, sigur Qujaukuitsoq í heilsan til Donald Trump. Eisini hevur USA virknan leiklut í artiska ráðnum. Eg eri sannførdur um, at tað ber til at styrkja sambandið og samstarvið millum Grønland og USA enn meira, sigur hann. Panelið skal í dag taka støðu til, hvat man ger, um man heldur, at mamman er komin sær út í eitt online fríggjarí, ið ikki er gott fyri hana, hví vit prioritera sum vit gera í gerandisdegnum, og hvat man ger, nú man vil hava børn allíkavæl, sjálvt um ætlanin var ikki at fáa børn. Teir tala at og taka frástøðu frá tí, sum hendi á Gamla Apotekið mikukvøldið, tá Annika Olsen og Bogi Andreasen brutu skrivligu avtaluna við Heðin Mortensen. Í sendingini luttaka Knút Háberg Eysturstein, Hanus Kamban, Eivør Pálsdóttir, Gunnvá Patursson og so tulkar Lea Kampmann In My Secret Life hjá Leonard Cohen. Sonja Jógvansdóttir, uttanflokka tingkvina, sum er avgeraðandi atkvøðan hjá sitandi samgongu í løgtinginum, blandar seg nú eisini upp í stríðið um borgarstjórasessin í Havn. Í einum hvassorðaðum innleggi á Facebook hevur tingkvinnan at Tjóðveldi og Framsókn fyri at svíkja síni grundprinsippir um eitt frælst og frílynt samfelag við at peika á Anniku Olsen úr Fólkaflokkinum sum borgarstjóra, sum í verki hevur víst, at hon er ímóti, at samkynd verða javnsett við aðrar borgarar. Petur Sigurd Rasmussen var millum kendastu ítróttafólk í Føroyum í 50unum og 60unum. Hann var føroyameistari bæði í fótbólti og hondbólti og spældi á báðum landsliðunum. Petur Sigurd er føddur í Havn í 1933, sonur Petur hjá Stinu og Thomasiu hjá Evu Petur á Sandi. Hann var málmaður í HB og stórspælari í Kyndli. Byrjaði hondbóltin í Neistanum og vann eisini FM við SÍF. Føroyameistari í meistaradeildini í fótbólti fýra ferðir. Í 50unum var Petur Sigurd læraravikarur í Kollafirði, Fuglafirði og Sandavági og tók læraraprógv í 1958. Landsliðsvenjarin, Lars Olsen, hevur sett liðið Gunnar Nielsen Málverji Jónas T. Næs Høgri bakkur Bárður Hansen Vinstri bakkur Atli Gregersen Miðverji Sonni Ragnar Nattestad Miðverji Gilli R. Sørensen Vinstri vongur Sølvi Vatnhamar Høgri vongur Fróði Benjaminsen Verjukendur miðvallari Hallur Hansson Miðvallari Brandur H. Olsen Miðvallari Jóan Símun Edmundsson Áleypari Ávarað verður um flóðaldur eftir ein harða jarðskjálvtan í Ný Sælandi. Jarðskjálvtin varð máldur til 7.4 á richter stiganum. Johanna Troest Hansen býr í Christchurch nær við har jarðskjálvtin rakti. Maria og Ludvík eru systkinabørn og tey spæla badminton. Tey halda badminton eru ein góð ítróttargrein og tað halda systkin teirra eisini. Vit vitja Brynhild Høgnadóttir, sum arbeiðir á Ráðnum fyri ferðslutrygd. Tað er sera týdningarmikið at brúka endurskin, serstakliga tá ið tað er myrkt meginpartin av degnum. Eisini fáa vit onnur góð ráð um ferðslu. Silas og Gilli venja yngri lið í amboðsflimleiki, og tað er ordiliga spennandi, halda teir. Teir eru eisini við í kappingarliði í amboðsfimleiki hjá Havnar Fimleikarfelag. Teir greiða frá kappingum og venjingum. Joan gongur til saksofon í musikskúlanum í Havn. Hon heldur tað er eitt stuttligt ljóðføri og systir hennara, Kristfríð, spælir eisini saksofon, so vit hoyra tær báðar spæla brot úr Mama Mia hjá ABBA. Eirikur Skála er lærari hjá teimum báðum. Tað skal eisini verða spennandi hjá ungum at búgva og virka í kommununi. Skúlin á Fløtum skal byggjast beinanvegin, og samgongan hevur eisini sum aðalmál at virka fyri lægst møguligum skattatrýsti. Arbeitt verður fyri at mentan og list síggjast aftur, bæði í leik og mentanarhúsum og í allari býar endurnýgging, og hugurin og frælsið at skapa og virka innan leik og list skal eisini stimbrast. Samgongan hevur eisini sett sær fyri at loysa avbjóðingina við parkering í býnum, at útbyggja verandi ítróttarumstøður til at kommunan kann hýsa enn fleiri altjóða ítróttarkappingum. Síðst í samgonguskjalinum verður staðfest, at borgarstjórin í Tórshavnar kommunu situr ikki á løgtingi. Allir borgarar verða viðgjørdir eins, gjøgnumskygni og opinleika verður, fíggjarpolitikkurin verður burðardyggur og skynsamur. Lunnar verða eisini lagdir undir langtíðarí íløguætlanir, sum kunnu røkka tvørtur um valskeið, stendur millum annað í samgonguskjalinum. Tryggingarfeløgini og pensjónsfeløgini í Føroyum eiga ikki at sleppa at krevja av fólki, sum eru genkannað, at tey siga felagnum frá um møgulig ættarbregði, tá tey keypa trygging ella gera avtalu um pensjón. Við teimum granskingum í ílegum og í genetiska arvatilfarinum hjá føroyingum, sum nú verða gjørdar í Føroyum, ber til at staðfesta, um frísk fólk hava ættarbregði til ella arvafrøðiliga eru í serligum vanda fyri at menna ella fáa eina sjúku. Slíkar upplýsingar hava áhuga hjá arbeiðsgevarum og tryggingarfeløgum. Tí verður nú mælt til at seta í gildi í Føroyum ávisa grein í donsku lógini um tryggingaravtalur. Sambært teirri lógargreinini kunnu feløg, sum eru undir lógini um tryggingaravtalur, ikki biðja um, fáa til vega ella taka í móti og nýta upplýsingar, sum kunnu lýsa ættarbregði og vandan fyri at menna ella fáa sjúkur. Feløgini kunnu heldur ikki krevja kanningar, sum eru neyðugar fyri at fáa slíkar upplýsingar til vega. Hetta er galdandi bæði fyri avtalur, sum longu eru gjørdar, og nýggjar avtalur. Endamálið við lógarbroytingini er at verja fólk, sum møguliga hava onkra gensjúku, móti mismuni, tá tey keypa trygging ella gera avtalu um pensjón. Tey eiga at hava sama rætt sum øll onnur í slíkum handlum. Lógaruppskotið ger, at tryggingarfelag ella pensjónsfelag ikki kann brúka aðrar upplýsingar í sambandi við váðameting enn upplýsingar um verandi og áður verandi heilsustøðuna hjá fólki. Men sambært frágreiðingini, sum granskarar úr allari verðini hava skrivað, er CO2 dálkingin í 2016 á sama støði, sum í 2014 og 2015. Orsøkin er millum annað, at kinesarar brenna minni kol. Í frágreiðingini verða tølini nevnd tíðilig og ikki fyrr sæð pausa eftir at CO2 í alheimshøpi í áratíggju er vaksið stútt og nógv. Hóast frágreiðingin er góð tíðindi fyri veðurlagið, heldur Corinne le Quere, granskingarleiðari á lærda háskúlanum East Anglia, ikki, at vit eiga at gleðast ov tíðliga. Granskarar leggja í frágreiðingini dent á, at tað er neyðugt at skerja útleiðingina av vakstrarhúsgassi, um málið at avmarka alheims upphitingina skal røkkast. Um ársskiftið kemur nýggja Airbus320 flogfarið hjá Atlantic Airways til landið. Flotin hjá Atlantic Airways telur tá trý Airbus flogfør og tvær Agusta Westland tyrlur og er ein tann yngsti flotin í heiminum við einum miðalaldri á umleið tvey ár. Nú nýggja Airbus flogfarið verður liðugt í næstum, nýtir felagið høvið at navngeva flotan hjá Atlantic Airways. Í dokumentarsendingini fortelja høvuðspersónarnir um dupultlívið, sum Mariann livdi, og hvat tað vil siga at vera kend sum brúðurin hjá drápsmanninum, Peter Lundin. Mariann sigur, at hon framvegis verður dømd út frá tí, sum hendi fyri sløkum 9 árum síðani. Um fólk skulu døma meg, so vil eg hava, at tey døma meg út frá míni søgu, og ikki onkrum tilvildarligum brotum úr miðlunum. Í dag búgva Mariann, unnustin og børnini í Føroyum. Móttøkan hevur verið nógv betri, enn eg hevði torað at droymt um, sigur Mariann. Eg vóni, at fólk, eftir sendingina, síggja menniskjað aftanfyri gerðina og kanska hugsa seg betri um, áðrenn tey fella dóm yvir onnur. Tað hevur Fíggjarnevndin hjá løgtinginum fingið at vita frá løgmanni. Fíggjarnevndin vildi hava at vita, hvussu nógv landið sparir, nú Fíggjarmálaráðíð er flutt. Sambært svarinum frá løgmanni, so sleppur Landsbankin undan at gjalda húsaleigu, tí hann flytur í hølini á Argjum, sum landið eigur. Rasjonaliseringar á Tinganesi fara, sambært uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2017, at gera, at tey trý aðalráðini spara tilsamans hálva millión krónur. Fiskimálaráðið skuldi eisini flyta á Tinganes nú, men tann flytingin er útsett. Fiskimálaráðið hevur bundið seg til at leiga har, sum ráðið er nú, til 2018. Í kvøld hoyra vit millum annað Gamla Nordsjøn við Odd Arne Halaas og Heimsins endi við Halli Joensen. Lagt til rættis Hanna og Terji Jakobsen. Í Orrustuni hesa ferð eru lærarar og námsfrøðingar. Luttakarar eru Birgir Sondum, Hans Karl Højgaard, Salua Manai og Sæbjørn Johannesen. Í Orrustuni hesa ferð eru professarar og tónleikarar. Luttakarar eru Turið Sigurðardóttir, Jógvan í Lon Jacobsen, Ólavur Olsen og Johan Hentze. Í Orrustuni hesa ferð eru politistar og sjúkrarøktarfrøðingar. Luttakarar eru Jan Poulsen, Bjarni Nattestad, Eydna Lindenskov Iversen og Jana Mortensen. Lønarhækkingin hjá flogternunum er 2,2 prosent fyrra árið og 2,3 prosent seinna árið. Haraftrat eru gjørdar tillagingar og broytingar í sáttmálanum. Klokkan eitt í nátt kunnu fólk uppliva serligt fyribrigdi á himmalinum ein sonevndan super mána. Tá er mánin so nær jørðini, sum hann ikki hevur verið síðan 1948. Men, tað er ikki vist, fólk kunnu síggja mun bara við at hyggja upp í luftina, sigur Pól Jespersen, alisfrøðingur. Sverri Lamhauge hevur bara góð minnir frá barnaárunum á Lambareiði. Saman við teimum eldru systkjunum gekk hann í skúla í Lamba. Tey høvdu ferðalærara, sum var tvær vikur í Lamba og eina viku í Æðuvík. Í dag búgva øll seks systkini á eystara armi av Skálafjørðinum. Sonja Davidsen sigur, at tá kavi var, sleðaðu tey nógv á Lambareiði. Í dag skilir hon ikki, at tey kláraðu at steðga á bakkanum, tí har er bratt og stutt oman á sjógv. Her er sera nógv bilferðsla, men frítt og gott at búgva, sigur Marja Lamhauge, ið hevur búð á Lambareiði í skjótt 40 ár. Úr stovuvindeyganum sær hon Slættaratind, allan Skálafjørðin og suður á streymoyarlandið. Poul Lamhauge greiðir hugagóður frá virkseminum niðri á Kópaskeri niðanfyri barnaheimið. Abbin og pápin høvdu skip og høvdu eisini saltfiskahús og turkihús á Kópaskeri. Har var ofta nógv lív í. Á Lambareiði er deildin hjá Landsverki fyri norðurøkið. Leiðari er Árni Jacobsen, sum millum annað sigur frá koyrilíkindum í Útvarpinum. Poul Lamhauge greiðir frá, at tá Landsverk hevði størst virksemi á Lambareiði, arbeiddu eini 35 fólk har og eitt ár fóru úti við 800.000 tons av gróti úr grótbrotinum uppi á Hústoft. Børge Lamhauge greiðir frá niðursetufólkunum, ið settu búgv á Lambareiði í 1878. Maðurin var úr Søldarfirði og konan av Skála. Nú eru trý hús í bygdini og fýra onnur eru tikin niður. Eingin er sloppin at byggja her síðani Børge og Marja bygdu fyri 40 árum síðani. Á Lambareiði var eitt frítt og stórt spælipláss, sigur Eiler Lamhauge, sum er yngsta av børnunum hjá Sunnuvu og Pidda í Dalinum. Eiler gróv eitt grundstykki út í gerðinum hjá teimum, men fekk ikki loyvi at binda í landsvegin. Tí bygdi hann ístaðin í Lamba. Lisa Høj av Strondum og eiðismaðurin Torri Kallsoy hava fyri hálvum øðrum ári síðani keypt hús á Lambareiði, og tað eru tey fegin um. Tey hava vant seg við nógvu ferðsluna og njóta góða útsýnið. Kappingarneytarnir hjá Asfaltverkinum vilja hava at vita, hví teir ikki vórðu spurdir, um teir vildu keypa útgerðina, áðrenn hon varð seld Asfaltverkinum. Nevndarformaðurin í Kreton, Suni Justinussen, segði við útvarpið fríggjadagin, at fyritøkan hevur áhuga fyri nøkrum av amboðunum, sum Asfaltverkið hevur keypt, og at Kreton hevði keypt fyri meira enn tað, Landsverk hevur fingið frá Asfaltverkinum. Maðurin var sjálvur annar í ferð við at sandblása tangarnar í einum nótaskipi. Vanlukkan hendi, tá 41 ára gamli maðurin skuldi loysa lokið av trýsttanganum, tí sandur skuldi í tangan. Men trýstið var ikki farið av tanganum, sum tað átti. Maðurin fekk tí lokið og lítlu sleggjuna, mokaran, sum hann brúkti til at loysa lokið, í høvdið. Arbeiðseftirlitið ivast ikki í, at vanlukkan hendi, tí avblásingarørið á trýsttanganum var tipt av sandi. Tí fór alt trýstið ikki av tanganum. Niðurstøðan hjá Arbeiðseftirlitinum er, at mannagongdin, sum varð brúkt til at loysa lokið, var ótrygg, tryggjað var ikki, at tangin var trýstleysur og lagt var ikki upp fyri, at avblásingarventilurin kundi tippast. Trýsttangin er síðani broyttur. Nú er ógjørligt at loysa lokið, uttan at tangin er trýstleysur, skrivar Arbeiðseftirlitið í frágreiðing sínari. Fyri einum ári síðani komu londini í heiminum ásamt um París avtaluna, og á fundinum í Marakesh skulu lodnini seta hesa avtaluna í verk. Tað var eitt stórt og týðandi stig, tá skrivað varð undir París avtaluna fyri einum ári síðani, men neyðugt verður við nógvum samráðingum aftrat, áðrenn málini í avtaluni verða veruleiki. Hesar avgerandi samráðingar eru í Marokko í hesum døgum, sigur Sirið Stenberg. Føroyar eru partur av einum norðurlendskum samstarvi, sum undir norðurlendska ráðharrastovninum hevur ein felags skála á toppfundinum í Marakesh, føroyska framløgan var á skránni klokkan 16. Skjóta spælið hjá Neistanum var gott, meðan tað enn einaferð gekk striltið hjá heimaliðinum at skora. Eitt skifti var Neistin á odda við 14 málum. Í hesum sambandi var um vikuskifti framsýningin Fim í fimti ár í Løkshøll, har fimleikarar í øllum aldri framførdu søguligar løtumyndir hesi hálvtrýss árini. Alt frá fyrsta manninum á mánanum til vælumtókta sangleikin, Sound of Music og enntá line dance. Kollfirðingar hava havt gott tak á vestmenningum tey síðstu árini á heimavølli, men leygardagin vóru tað gestirnir, sum vóru omaná. Hetta vikuskiftið hevur Joachim Boldsen verið gestur hjá Team Klaksvík, sum hátíðarheldur 10 ára stovningardagin. Leygardagin vandi hann U14liðið hjá felagnum. Parkeringsøkið við Lonirnar í Bókbindaragøtu, sum í dag ikki hevur tíðaravmarking, verður partur av í miðbýnum og fær tíðaravmarkingina 8t. Handilsgøtur í miðbýnum fara í framtíðini at hava tíðaravmarkingina 30 minuttir. Flestu parkeringspláss, sum ikki eru í handilsgøtum, fara í framtíðini at hava tíðaravmarkingina 2 tímar. Ongar broytingar verða á stóru parkeringsøkjunum á Skálatrøð, á Frúutrøð, á Glaðsheyggi og á Bursatanga. Fyrstu broytingarnar verða settar í verk í dag, 15. november 2016. Eldur var í einum sethúsum við Norðskála í nátt. Eldurin er helst kyknaður í ella við eina sofu. Ein kvinna og eitt barn vóru í húsinum, og tey vaknaðu av, at roykávaringin fór at ýla. Sunda Sløkkilið kom á staðið og sløkti eldin, og boð vórðu eisini send eftir sjúkrabili, tí móðir og barn vórðu send á Landssjúkrahúsið til kanningar fyri roykeitran. Kunngerðin um, hvussu Barsilsskipanin skal umsitast, verður nú broytt, so 14 ára gamlar lógarbroytingar koma í kunngerðina, sum er frá 2001, sama ári, sum lógin kom. Samferðslumálaráðið hevur sent broytingarnar í kunngerðini til hoyringar. Í 2002 varð lønarhámarkið í Barsilsskipanini lækkað úr 35.000 krónum niður í 25.000 krónur. Men í kunngerðini, sum sigur, hvussu Barsilsskipanin skal umsitast, stendur framvegis 35.000 krónur. Ein onnur broyting, sum varð gjørd í lógini fyri 14 árum síðani, kemur nú eisini í kunngerðina. Til 2002 gav lógin tímaløntum rætt til at brúka lønina bestu seks mánaðir av teimum 12 seinastu sum útrokingargrundarlag. Hetta varð strikað í lógini í 2002 og skal nú eisini strikast í kunngerðini. Kunngerðin verður eisini rættað sambært pensjónslógini, sum sigur, at øll skulu hava eftirlønarkontu. Eftirløn verður rindað av barsilspengum. Kunngerðin sigur eisini, at arbeiðsgevarar fáa endurgoldið frítíðarløn og frítíðarískoyti frá Barsilsskipanini. Tað fáa teir ikki. Teir fáa bara fyri arbeiðsmarknaðargjøldini fyri tey, sum er í barsilsfarloyvi. Tá málið fyrru ferð var til triðju viðgerð 20. oktober, varð tað sent aftur í Fíggjarnevndina. Men samgonguflokkarnir í nevndini hava ikki broytt støðu. Teir mæla til at samtykkja uppskotið hjá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, við teimum broytingum, sum samgonguflokkarnir løgdu fram 20. oktober. Annika Olsen, nýggi borgarstjórin í landsins størstu kommunu, er sinnað at gera avtalu við landsstýrið um eitt kommunalt útreiðsluloft. Búskaparráðið hevur sagt, at uttan slíka avmarking í nýtsluni hjá kommununum, ber ikki til at stýra búskapinum, og hesin boðskapur rínur við hjá nýggju samgonguni í Havn. Fíggjarnevndin hjá Fólkatinginum hevur góðkent keypið. Meðan nevndin viðgjørdi málið, varð flutningsmálaráðharrin spurdur um skattliga virðismeting. Tá Bygningsstyrelsen, tað er staturin, keypir fastognir í Danmark, skulu skattamyndugleikarnir fyrst hoyrast um prísin og aðrar treytir í keypssáttmálanum. Tað skal gerast, áðrenn málið verður sent Fíggjarnevndini. Men slík meting var ikki við, tá Fíggjarnevndin varð biðin um pengar til at keypa fyri í Havn. Orsøkin er, at danskir skattamyndugleikar meta ikki fastognir í Føroyum. Og í Føroyum er eingin myndugleiki, sum ger slíkar almennar virðismetingar. Tí hevur danska Fíggjarmálaráðið góðkent, at tá staturin keypir fastognir í Føroyum, verður skattavaldið ikki biðið um nakra virðismeting, tí tað ber ikki til. Bólkurin 200, ið er mannaður av Niels Arge Galan, Michael Blak og Una Árting, hevur givið út sjeyndu útgávu sína við heitinum, Reytt pass. Prátað verður eisini um føroyska málið umframt tjóðskaparkenslu og samleika. Tað er Miðflokkurin, sum hevur gjørt nýggju gallupkanningina, har føroyingar vórðu spurdir, um samkynd skulu sleppa at giftast í kirkjum í Føroyum. Meirilutin av teimum spurdu halda ikki, at samkynd pør í Føroyum skulu sleppa inn um kirkjugátt at giftast, er niðurstøðan í spurnakanningini. 66 prosent av teimum spurdu siga seg ikki taka undir við, at samkynd skulu kunna giftast í kirkju, 27 prosent eru fyri, og átta prosent siga seg ikki vita. Í kanningini verður eisini spurt, um fólk taka undir við at tvey av sama kyni skulu kunna ættleiða børn. 46 prosent av teimum spurdu siga seg taka undir við tí, meðan 44 prosent eru ímóti. Morgunsendingin hitti borgarstjóran í Nes Kommunu til eitt prát um nýval, um grundstykki og um avbjóðingar, ið fylgja við Eysturoyartunlinum, sum bankar á dyrnar. Skaldsøgan var kosin at vinna Føroysku Bókahandlaravirðislønina 2015. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav í summar bókina út. Í formæli verður sagt, at skaldsøgan flytur seg hegnisliga millum samtíð og fortíð í lýsingum av hendingum og persónum í Havn og á bygd í 20. øld og á okkara døgum. Vár og Heðin eru ikki heilt á einum máli um dygdir og brek í søguni, men lótu í miðal knappar fýra av seks stjørnum í einari heildarniðurstøðu. Mánin var bæði bjartari og størri enn vanligt, og tað tóktist sum ferðaðist hann ógvuliga skjótt. Næstan sum at síggja eina eldkúlu á himnahválvinum, sum hon málber seg. Líkindini at síggja supermánan vóru stak góð í Rituvík, har Elna Johannesen býr. Landslagið á mánanum sást týðuliga við berum eygum, og tað var ein serstøk kensla. Fýra føroyskir spælifilmar eru í gerð, og hesir filmar krevja nógv fólk og nógva útgerð, og tað heldur Birgir Kruse, kann vera ein av orsøkunum til, at undirtøkan í ár til kappimngina um ársins Geyta er minni enn undanfarin ár. Tó, sjey filmar eru valdir og hesir spenna víða. Formaðurin í nevndini, sum avgerð hvør fær Geytan, Birgir Kruse, sigur við morgunsendiingina, at nógvar sjangrir eru umboðaðar og at har eru filmar á føroyskum, donskum og enskum. Suðuroyggin er ein leys oyggj, ið hevur nógvar ymiskar avbjóðingar, millum annað í mun til minking í fólkatali. Eisini tykist tað truplari hjá norðoyingum at koma til Suðuroyar, enn tað er hjá suðuroyingum at koma norðurum. Men Suðuroyggin hevur eina rúgvu av mentanarligum tilboðum, og ikki væntar oynni framskygd fólk, ið tora at skapa og byrja egið virksemi, ið bæði er annaleiðis og fjølbroytt. Vit hitta fimm av hesum fólkunum, ið eru við til at menna oynna á caf MorMor á Tvøroyri, til eitt prát um mentan, list, ferðavinnu, samleika, hugsjónir, avbjóðingar, vónir og dreymar fyri framtíðina í oynni. Hann var gittarúrmælingur og lovandi sangskrivari við góðari rødd. Men tann lýsandi stjørnan á føroysku senuni hvarv brádliga av pallinum miðskeiðis í 80 unum og kom ongantíð aftur. Vit hoyra brot úr útvarpssamrøðu frá 2003 við Óla Hans Andreasen, og hoyra eisini demoupptøku frá 1984 av sangi, sum lá eftir hjá Funkies, og sum ongantíð hevur verið spældur. Skattaprosentið í Tórshavnar kommunu verður 19 prosent komandi ár. Tað avgjørdi meirlutin í Fíggjarnevndini hjá býráðnum á fundi mánakvøldið Sostatt ger sitandi býráð inntriv í inntøkunum hjá komandi býráðið við 30 milliónum krónum, tí skattaprosentið er bindandi, tí kommunustýrið kann ikki broyta skattaprosentið mitt í einum fíggjarári. Tróndur Sigurðsson, ið situr í Fíggjarnevndini hjá Tórshavnar býráð fyri Javnaðarflokkin, váttar somuleiðis, at í uppskotinum til fíggjarætlan fyri 2017, sum liggur á borðinum í løtuni, er skattaprosentið lækkað 0,75 prosentstig og verður sostatt 19 prosent. Hóast stýrið hjá ALS er ósamt við Kærunevndina, fer tað ikki í rættin við avgerðini um at geva Bakkafrosti viðhald um fiskavirkisskipanina. Kærunevndin gjørdi heildarmeting um júst hetta málið. Talan er ikki um prinsipielt mál, sigur Eyðfinnur Jacobsen, formaður í stýrinum hjá Arbeiðsloysisskipanini. Javnaðarflokkurin hevði fingið 23 prosent, Tjóðveldi 22 prosent, Sambandsflokkurin 19 prosent, Framsókn seks prosent, Miðflokkurin fýra prosent og Nýtt Sjálvstýri tvey prosent. Bette á Høvdanum stýrdi handlinum á Høvdanum á Strondum í mong Harrans ár. Undan henni høvdu pápin og abbin rikið handilin, sum upprunaliga var ein úthandil. Nú í tveir sunnudagar uppliva vit aftur Bette á Høvdanum í Útvarpinum, sum stóð í handlinum til tað síðsta. Hon andaðist í 2000, 90 ára gomul. Nørrebrúgv bestu dagar í lívinum er heitið á seinnu sendingini, og hana kanst tú hoyra her. Fyribilsstarvið hjá Jákupi Sverra Kass, sum stjóri í nýstovnaðum grønlendskum flogvallarfelag, er úti um tvær vikur, skrivar heimasíðan, Check In.dk Tað verður grønlendski Steffen Ulrich Lynge, sum 1. desember tekur við stjórastarvinum í nýggja flogvallarfelagnum, Kalaallit Airports, ið varð stovnað í summar. Jákup Sverri Kass varð í summar settur sum fyribilsstjóri í nýstovnaða, grønlendska felagnum, sum tá ikki hevði sett stjóra í nýggja flogvallarfelagnum. Hann varð tá eisini valdur í nevndina hjá flogvallarfelagnum. Nevndarsessin varðveitir Jákup Sverri Kass, hóast hann nú fer úr fyribilsstarvinum. Nýstovnaða flogvallarfelagið skal víðka um floghavnirnar í Nuuk og Ilulissat og byggja nýggja floghavn í Qaqortoq sunnarlaga í Grønlandi. Í samgonguskjalinum, sum nýggja býráðssamgongan í Havn millum Tjóðveldi, Fólkaflokkin og Framsókn hevur kunngjørt, stendur millum annað, at borgarstjórin skal ikki sita í Løgtinginum. Samgongan hevur eisini kunngjørt, hvør skal vera formaður í ymisku býráðsnevndunum. Býráðið, sum varð valt fyri einari viku síðani, skal skipa seg fyri 1. januar. Bjarni Benediktsson, formaður í Sjálfstæðisflokkinum, sum gjørdist størsti flokkur eftir altingsvalið 29. oktober, fekk litið upp í hendur at skipa nýggja stjórn. Hann hevur tingast við flokkin Bjørt framtíð og nýggja flokkin Viðreisn, sum fyrrverandi sjálfstæðisfólk hava stovnað, men samráðingarnar eru slitnaðar, tí flokkarnir eru ósamdir um fiskivinnupolitikkin. Í løtuni er ógreitt, um Bjarni Benediktsson fer at venda sær til aðrar flokkar um stjórnarsamgongu, ella hann fer at boða forsetanum frá, at hann gevst við royndum sínum at skipa stjórn. Undir viðgerðini í tinginum í dag var Heðin Mortensen, samgongutingmaður, ivasamur um uppskotið, serliga tí partinum, ið snúði seg um at stovna váðaráð. Men tá avtornaði atkvøddi hann fyri uppskotinum. Málið um landsbanka og váðaráð varð beint aftur í fíggjarnevndina, tá tað varð til triðju viðgerð 20. oktober. Løgmaður fegnast um, at samgongan stóð sína fyrstu trýstroynd eftir rumbul og hóttanir í kjalarvørrinum av kommunuvalinum fyri viku síðan. Í innlitinum sæst, at dagin eftir frásøgnina hjá Torben Nielsen, tað er tann 19. februar, fekk TAKS eina skrivliga frágreiðing um málið. Stjórin og nevndarformaðurin í SEV, Jákup Suni Lauritsen, sigur, at ætlanirnar hjá RØKT eru ikki feskar, og SEV hevur eisini umsóknir um tað sama. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, er á veðurlagsráðstevnu í Marokko, men hon sigur í telefonini, at ráðið arbeiðir við nýggja vatnloyvinum hjá SEV. Teir fýra løgtingsgrannskoðararnir, Jónleif Johannesen, Óluva Klettskarð, Magnus Rasmussen og Jørgen Niclasen, hava skotið upp, at landsstýrið skal leggja fyri tingið frágreiðing um, hvussu henda ætlan kann fremjast. Frágreiðingin skal eisini siga, nær og hvussu viðurskiftini eru komin í rættlag. Í vár samtyktu løgtingsgrannskoðararnir at broyta mannagongdirnar soleiðis, at mál verða fylgd gjøgnum árið, og at mint verður á landsstýrisfólk at fáa viðurskiftini í rættlag. Í flestu førum sigur landsstýrið seg arbeiða við málunum. Løgtingsgrannskoðararnir mæla nú til at seta freist á, nær hesi arbeiði skulu verða gjørd, til tess at tryggja, at somu viðmerkingar ikki eru í grannskoðarafrágreiðingunum árið eftir. Løgtingsgrannskoðararnir vísa á, at landsroknskapurin er ikki fullfíggjaður, tí alt er ikki við. Samsvar er ikki altíð millum roknskapir hjá almennum stovnum og landsroknskapin, og tí eru skeiv roknskapartøl løgd fyri løgtingið. Eisini vísa løgtingsgrannskoðararnir á, at inntøkujáttanin av almennum bygningum, sum eru til sølu, byggja ikki á veruligar upplýsingar, og eru ikki lýst á nøktandi hátt. Tað ætlar Jákup Mikkelsen í Fólkaflokkinum. Hann hevur skotið upp, at landsstýrið skal gera uppskot um at stovna lønargrunn stórmeistara í talvi og reglur fyri virksemi hjá grunninum. Jákup Mikkelsen sigur í viðmerkingunum til uppskotið, at í Íslandi er serlig lóg um lønargrunn, sum skal tryggja íslendskum stórmeistarum í talvi fíggjarligan grundvøll. Fæið í grunninum verður játtað á fíggjarlógini á hvørjum ári, og upphæddin, sum stórmeistarin fær, svarar til lønina, sum lektarar á lærda háskúlanum í Íslandi fáa. Talvmeistarar, sum fáa løn úr grunninum, hava millum annað skyldu til at undirvísa á Talvskúla Íslands. Talvsmeistararnir í slandi eru at rokna sum almenn starvsfólk. Helgi Dam Ziska er fyrsti og einasti føroyingur, sum higartil hevur er vorðin stórmeistari í talvi. Í øllum heiminum eru umleið 1300 stórmeistarar í talvi til samans. Eitt nú hava føroyskir svimjarar staðið seg framúr væl í altjóða kappingum, og nú er ein føroyingur eisini komin í fremstu røð í telving. Verkætlanin krevur stórar íløgur í byrgingar, tunlar at føra vatn ígjøgnum, pumpu orkuverk og vindmyllur. Kostnaðurin er 1,2 milliardir krónur, og neyðugt verður við 20 prosentum í eginpeningi. Afturfyri lovar Røkt íleggjarum fimm prosent í avkasti. Málið er serstakt, tí ákæruvaldið krevur ikki bara, at skipari og reiðarí skulu gjalda bøtur, men harafturat, at skiparin verður dømdur fongsulsrevsing. Heilsu og innlendismálaráðið hevur gjørt uppskotið, tí tað áliggur fyrst og fremst kommununum at týna rottur. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur svarað Bjørn Kalsø, tingmanni, ið spurdi um rottutýning. Búnaðarstovan hevur í ár vent sær til Umhvørvisstovuna fyri at fáa greiðu á, hvussu ábyrgdin viðvíkjandi rottutýning er býtt og fyri at stinga út kósina í framtíðini. Fiskimálaráðið og Búnaðarstovan halda, at neyðugt er at førleikamenna tvey ella trý fólk og seta av hálvt ella trífjórðings ársverk á Búnaðarstovuni til rottutýningina. Arkitektafyritøkan hjá Bjarke Ingels, sum eisini teknaði Glasir, hevur fingið uppgávuna at tekna eina nýggja høvuðsstøð til Google í London. Bygningurin, sum verður í tíggju hæddum, verður 60.000 fermetrar stórur og skal byggjast í King s Cross í bretska stórbýnum, skrivar Børsen . Nýggi bygningurin hjá Google er fyrsti bygningurin, Google sjálvt byggir uttan fyri landamørkini í USA. 7.000 fólk skulu arbeiða í bygninginum. NATO aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, er sannførdur um, at nýggi amerikanski forsetin, Donald Trump, fer at halda allar sínar skyldur í NATO Jens Stoltenberg hevur verið á fundi hjá verjumálaráðharrunum í Brússel. NATO aðalskrivarin vísir á, at Donald Trump hevur kravt, at Evropa nýtir meiri pening til verjuendamál. Donald Trump gjørdi greitt undir valstríðnum, at hann tekur undir við NATO. Eg eri vísur í, at hann sum amerikanskur forseti fer at halda allar skyldur, sum USA hevur í NATO samgonguni, sigur Stoltenberg. Eg eri púra samdur við hann. Hetta hevur verið amerikanska sjónarmiðið í mong ár, og nú síggja vit, at evropeararnir gera størri íløgur í verjuna og sostatt býta byrðuna betur, sigur Jens Stoltenberg. Donald Trump segði fleiri ferðir í valstríðnum, at NATO eigur bara at verja lond, sum brúka nóg mikið av peningi til verjuendamál. Jens Stoltenberg leggur dent á, at grein fimm í NATO sáttmálanum tryggjar, at felagsskapurin skal hjálpa øllum limalondum treytaleyst. Fólkavøksturin er óvanliga stórur. Tað er størsti fólkavøksturin, ið hevur verið í einum ársskeiði í Føroyum, síðani 2001 vísa hagtølini. Tað eru serliga kvinnurnar, ið síggjast aftur í hagtølunum yvir fólkavøksturin í Føroyum hetta síðsta árið 55 fleiri kvinnur enn menn. Ikki síðani 1980 hevur fráflytingin úr Føroyum verið so lítil sum hetta síðsta árið, í tíðarskeiðnum frá 1. oktober 2015 til 1. oktober 2016. Verður fráflytingin roknað í mun til fólkatalið í Føroyum, skulu vit heilt aftur til 1978 fyri at finna eina so lítla fráflyting úr landinum, sigur Hagstovan. Kappingin gevur rásarúm fyri menning hjá musikalskum evnaríkum ungum, ið spæla klassiskan tónleik og samstundis kunnu vera ein góð fyrimynd hjá yngri spællarum. Heri Muller, sum fekk 90 atkvøður á kommunuvalinum, verður nýggjur borgarstjóri i Kvívík, sæst á heimasíðuni hjá Kvívíkar kommunu. Tað siga Sjúrður Olsen og Tróndur Sigurðsson, sum sita í fíggjarnevndini hjá Tórshavnar býráði fyri ávikavist fólkaflokkin og javnaðarflokkin, um avgerðina at lækka skattaprosentið í Tórshavnar kommunu 0,75 prosent, niður í 19 prosent næsta ár. Tað fær avleiðingar fyri ætlanirnar hjá nýggju samgonguni á eitt nú eldraøkinum, at skattaprosentið verður lækkað 0,75 prosentstig. Tað heldur Gunvør Balle, fyrst vald á Tjóðveldislistanum, og nýggjur varaborgarstjóri í Tórshavnar kommunu. Men kortini ætlar nýggja samgongan ikki at hækka skattaprosentið aftur. Fiskavirkisskipanin hjá ALS skal broytast. Tað ætlar stýrið hjá ALS framvegis. Men stýrið hevur slept ætlanini um at fáa alivinnuna og uppsjóvarvinnuna úr skipanini, tí stýrið var ikki samt um tað. Eitt annað broytingaruppskot er hjá landsstýrismanninum. Men ALS stýrið hevur biðið hann um at bíða við tí, tí fleiri broytingar eru á veg, sigur Eyðfinnur Jacobsen, formaður í ALS stýrinum. Kappingareftirlitið kunngjørdi í summar eina kanning, sum sigur, at síðani oljufeløgini í Føroyum vórðu seld fyri átta árum síðani, hava tey tikið sær stóran bruttovinning, avkastið hjá teimum er ov stórt. Kappingarráðið heldur, at pláss er fyri fleiri oljufeløgum í Føroyum. Kappingareftirlitið nevnir í sínari frágreiðing í summar, at nýggj feløg kunnu sleppa at brúka tangarnar hjá Magn og Effo. Kappingaráðið umsitur kappingarlógina, og ráðið skal tryggja virkna kapping í Føroyum. Næsti fundur hjá Kappingarráðnum verður um ein mánað. Søgur og sangir á lívsleiðini, sum ganga hond í hond, verða vendir. Her er aftur dømi um, at sangir, ið liggja huldir í tíðartámi, kunnu vekja upp minni um serstakar tilburðir Ikki ber til at siga, hvussu nógv meirvirðisgjald, danski skatskassin fær, tá fólk í Føroyum keypa til dømis hald hjá Netflix, HBO, Apple TV ella Spotify, tí haldið verður skrásett sum danskt hald. Meirvirðisgjaldið av haldaragjaldinum fer tá í statskassan, hóast tað er goldið í Føroyum. Karsten Lauritzen, skattamálaráðharri, hevur svarað Sjúrði Skaale, fólkatingsmanni. Sjúrður Skaale spurdi, hvussu nógv meirvirðisgjald, statskassin fær av elektroniskum vørum og tænastum, sum fólk í Føroyum keypa úr londum uttan fyri ES. Karsten Lauritzen, ráðharri, sigur, at hann hevur fingið at vita frá danska skattavaldinum, at ikki ber til at nevna nakað tal fyri Føroyar burturav. Tey, sum búgva í Føroyum, kunnu verða skrásett at búgva í Danmark. Tí koma tey undir meirviðisgjaldið, sum verður kravt og avroknað í Danmark. Løgtingið hevur játtað tvær milliónir krónur til miðlastuðul. Skotið verður upp, at ein triðingur av játtanini verður býttur javnt millum allar miðlar, sum søkja. Tveir triðingar verða latnir til rakstrarútreiðslur, í mesta lagi tó 40 prosent til hvønn miðil. Ein miðlastuðulsnevnd skal avgera, hvør fær pengar. Felagið føroysk miðlafólk skal tilnevna tvey fólk í nevndina, tað sama skulu Fróðskaparsetrið og Búskapar og løgfrøðingafelagið gera. Formaðurin ella forkvinnan í nevndini skal vera løgfrøðingur. Vinnuhúsið hevur fingið lógaruppskotið og viðmerkingarnar, ið eru drúgv, til hoyringar . Hetta er triðja royndi at hjálpa privatu fjølmiðlunum. Rigmor Dam gjørdi eitt og undanmaður hennara í Mentamálaráðnum, Bjørn Kalsø, royndi eisini. ÍSF vil hava nýtt høvuðssæti til virksemið hjá sær og hølir til sersambondini. Samskiftið hevur verið millum Tórshavnar kommunu og ÍSF um nýtt høvuðssæti. Á fundi 4. oktober komu kommunan og ÍSF at kalla ásamt um eina avtalu um, at nýggja ÍSF húsið skal byggjast omaná fimleikahøllina Fimi í Gundadali. Í óbindandi uppritinum til leiguaavtalu fyri lendið, Kringvarpið hevur fingið innlit í, sæst, at ÍSF skal gjalda 5.000 krónur í árligum leigugjaldi fyri lendið omaná Fimi í 30 ár. Tórshavnar kommuna bindur seg til at rinda fyri møguligan meirkostnað fyri partar av tekjuni av ÍSF húsinum, so tekjan tekur seg út sambært ætlanini fyri Tórsvøll. Tað verða faðir og dóttir, ið skulu skriva undir leiguavtaluna, sæst í innlitinum. Tí umframt, at kommunustjórin skal skriva undir, skulu Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Elin Heðinsdóttir Joensen, ÍSF forseti, sum eisini er dóttir Heðin Mortensen, skriva undir. Hvussu nógv Tórshavnar kommuna skal rinda fyri at keypa gamla ÍSF húsið sæst ikki av innlitinum í uppritinum til skjeytið fyri gamla ÍSF húsið, tí tølini eru strikað út við svørtum. Men eisini tað skjalið skulu Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Elin Heðinsdóttir Joensen, ÍSF forseti, og dóttir Heðin Mortensen, skriva undir. Anita Vibergsdóttir spurdi seg heldur ikki fyri hjá hinum valevnunum á Borgaralistanum, áðrenn hon lat Kristin Michelsen halda fram sum borgarstjóri næstu fýra árini. USA hevur valt ein nýggjan forseta, og tað kann broyta vesturheimin grundleggjandi. Donald Trump ger upp við eina gamla siðvenju um, at USA gongur á odda í stríðnum fyri tí vit vanliga nevnda vesturlendskum virðum sum fólkaræði og mannarættindi. Tað er ilt at spáa um Trump fer at halda øll síni vallyfti, men nógv bendir á, at hann fer at byggja ein múr ímóti Meksiko, hann fer at senda fólk uttan pappírir út úr landinum, hann fer at avlýsa fríhandilsavtalur og seta tollmúrar ístaðin. Tað hava vit spurt Heina í Skorini, Phd lesandi, um. Vit tosa eisini við landsstýrismannin í uttanríkismálum, Poul Michelsen, um hvussu tað ávirkar trygdarpolitikkin og viðurskiftini við USA, at komandi forsetin grundleggjandi broytir kós í altjóða høpi. Landsstýrið dandar enn í kjalavørrinum av teimum telvingum, sum vóru áðrenn og aftaná kommunuvalið 8. november. Tað er ein demokratiskur trupulleiki, at vit ikki hava greiðar reglur um, hvussu býráð verða skipað eftir eitt kommunuval, og hvørt borgarstjórar kunnu sita á tingi, heldur stjørnmálafrøðingurin Ragnar Joensen. 3.juni 1987 vóru skúvingar fyri fyrstu ferð í 14. ár og rændu undir oynni. Vit vóru við henda dagin, og í sendingini verður víst, hvussu teir ræna, og tosað verður við nakrar av monnunum. Lagt til rættis Bergljót D. Hentze og Ragnar C. Joensen. Skipanin skal krevja inn og gjalda pantið og standa fyri, at tilfarið verður endurvunnið. Rúsdrekkasølan skjýtur upp, at innflytarar, framleiðarar, IRF og Kommunala brennistøðin á Hjalla standa fyri skipanini. Galdandi pantskipan er ikki nóg góð, heldur Rúsdrekkasølan. Ójavnt er, hvar fløskur og íløt kunnu latast inn, og hetta er ein bági bæði fyri viðskiftafólk og handlar. Haraftrat eru tómar fløskur og íløt at meta sum rusk, ið kemur í bland við matvørur, tá tey koma innaftur. Varð ein felags pantskipan gjørd, høvdu fólk eitt stað at fara við øllum fløskum og íløtum. Av tí at IRF og Kommunala brennistøðin á Hjalla hava førleikarnar at savna inn ruskt, skilja og endurvinna burtur úr innlatnum tilfari, heldur Rúsdrekkasølan, at hesir stovnar áttu at verið snúningsdepilin í einari nýggjari pantskipan. Skipanin kann verða fíggjað við inntøkum, sum fáast fyri at selja endurnýtslutilfar, panti av íløtum, sum ikki verða borin aftur, og einum umhvørvisgjaldi á íløt, sum ikki kunnu endurnýggjast. Donald Trump, sum verður tikin í eið sum amerikanskur forseti í januar, og nýggi varaforsetin, Mike Pence, hava tosað við 29 útlendskar leiðarar síðani forsetavalið. Prátið var vinaligt, og eg segði, at Danmark er sameindi hjá USA, og hevur verið tað í áratíggju, sigur Lars Løkke Rasmussen, danskur forsætisráðharri. Starvstoymið hjá nýggja forsetanum hevur kunngjørt ein lista við nøvnunum á ríkis og stjórnarleiðarunum, sum 70 ára gamli Donald Trump og Mike Pence hava tosað við. Umframt russiska forsetan, Putin, og kinesiska forsetan, Jinping, hevur Donald Trump tosað við týska samveldiskanslaran, Angelu Merkel, og franska forsetan, Francois Hollande. Tað stendur í frágreiðing hjá SEV, sum hevur kannað, hvørji árin, útbyggingin á Sundi fer at hava á umhvørvið á Sundi og við Kaldbaksfjørð. Markið er 35 desibel A, ið er mátieind fyri ljóðstyrki. Óljóðið frá verkunum verður 39 desibel A í Kaldbak. Tí verður neyðugt at bjálva verandi verk, stendur í niðurstøðuni. Fundurin hjá býráðnum á Tvøroyri skuldi vera klokkan eitt korter til tíggju í gjárkvøldið. Bara fýra av teimum sjey býráðslimunum møttu á fundi. Tí var býráðið ikki viðtøkuført at velja borgarsstjóra og varaborgarstjóra. Umboðini hjá Javnaðaflokkinum góvu avboð til fundin, og tá eykalimirnir heldur ikki møttu, mátti fundurin avlýsast. Bogi Johannsen, sum er næstvaldur á Javnaðarlistanum, sigur, at tey bóðu um at fáa fundin útsettan, tí tey høvdu ikki havt stundir at tosa saman. Men tá telduposturin ikki varð svaraður, góvu tey avboð til fundin. Nýggur fundur verður væntandi seinast í hesum mánaðinum, upplýsir kommunustjórin á Tvøroyri. Livar er saman við konu, døtrum og øðrum føroyingum í Nakuru í Kenya. Hetta er ein ferð, sum eg aldrin fari at gloyma, sigur hann. Stórt fátækadømi og flott hús lið um lið. Kontrastirnir eru øgiligir. Eingin kann hjálpa øllum, men øll kunnu hjálpa onkrum, sigur Livar Nysted, sum hevur selt málningar á síni facebooksíðu, fyri at hjálpa illa støddum í Kenya. Svenska akademiið hevur annars hvørki hoyrt orð ella eið frá Bob Dylan, síðan hann 13. oktober fekk at vita , at hann fær Nobel virðislønirna fyri bókmentir í 2016. Bob Dylan hevur sent Svenska akademinum bræv. Har ger hann greitt, at hann kennir seg heiðraðan, men av persónligum ávum berst honum frá at vera við, boðaði Svenska akademiið frá mikukvøldið. Annars hevur 75 ára gamli Bob Dylan einki sagt alment um virðislønina. Tað er óvanligt, men ikki einasta dømi, at fólk ikki eru við til handanina, sigur Svenska akademiið. Dylan fær heiðurslønina, sjálvt um hann ikki tekur ímóti heiðurslønini. Nobelvirðislønin, sum er góðar seks milliónir krónur, verður handað í Stokkhólmi tann 10. desember. Ætlanin við hesum er, at eitt pallborð av serkønum skulu hjálpa fólki, sum hava mist tamarhaldið á tí fíggjarliga heima við hús. Í løtuni eru tey í Føroyum og gera sendingar til Luksusfælden og í dag eru tey í suðri fyri at gera upptøkur. Carsten Linnemann, er húsameklari og Kenneth Hansen er fíggjarserfrøðingurin í panelinum. Morgunsendingin hevur tosað við teir báðar Jóanes Nielsen hevur skrivað nýggja skaldsøgu. Malan Marnersdóttir ummælir Bommhjarta . Oddfríður M. Rasmussen, sum hevur latið nýtt yrkingasavn frá sær, Úrtíð, er gestur í sendingini. Norðurlendskur filmur og høvundur verða eisini umrøddir. Jan Berg Jørgensen og Birgir Kruse meta um ensktmælta norska filmin Louder than bombs , sum fekk norðurlendska filmsprísin. Og Bergur Djurhuus Hansen sigur frá um Katarinu Frostensen, sum fekk bókmentavirðisløn norðurlandaráðsins í ár fyri yrkingasavnið. Men skal hon brúkast aftur í vetur krevst, at býráðið játtar 300.000 krónur til hennara. Málið var á skránni fyri eykabýráðsfundin í gjárkvøldið. Skoytubreytin varð fyrstu ferð brúkt í 2011. Síðani hevur hon verið brúkt okkurt um tveir mánaðir um ársskiftið, í desember og januar. Tað er eisini ætlanin í ár. Men á kontuni, sum eitur skoytubreyt, eru eingir pengar. Tí er neyðugt at flyta pengar av aðrari kontu hjá kommununi við eykajáttan. Øll hava vit fingið ymsar gávur og evni, men tað er ymiskt, hvussu vit fara við okkara gávum og evnum. Vit tosa við Jógvan Fríðriksson, bisp, um hetta evni. Helgi Rasmussen hevur útgivið bókina Finn teg í organisatiónini. Spurningurin er, um tú skalt finna teg í organisatiónini ella um tú skalt finna teg sjálva n í organisatiónini. Dánjal á Neystabø og finnin Kim Nyberg, ið er oddamaðurin í bólkinum Afenginn, hittust í Keypmannahavn fyri umleið átta árum síðan. Síðan teir hittust á fyrsta sinni, hava teir samstarva og fylgt hvørjum øðrum. Seinasta verkætlan teirra, Saman í songum í senn , sementerar hetta vinarlagið og samstarvið, ið ikki letur seg tarnað av, at teir búgva í tveimum ymiskum norðurlendskum londum. Skaldsøgan flytir seg aftur og fram í tíð, og er borin av harðskapi, girnd, óndsku, kærleika og øðrum, ið lívið er ein samanrenning av. Tað er ein gegnistrupulleiki, um Heðin Mortensen, borgarstjóri, og dóttir hansara, Elin Heðinsdóttir Mortensen, ÍSF forseti, skriva undir avtalur vegna Tórshavnar kommunu og ÍSF. Tí mugu onnur skriva undir fyri ÍSF. Tað heldur trivnaðarstjórin hjá Tórshavnar kommunu, nú ÍSF og Tórshavnar kommuna samskifta um nýtt høvussæti til ÍSF. Gunnar Streymoy, forseti, og Niels Nattestad langtíðarlimur í Lions Club Tórshavn vitjaðu morgunsendingina í samband við 50 ára føðingardagin hjá felagsskapinum. Siglt varð ikki á ykinesleiðini í september og til heystfrítíðina, tí Strandferðsluni varð álagt at spara eina knappa millión krónur. Tað sæst í svari frá Henriki Old, landsstýrismanni, til Jørgen Niclasen, formann í Fólkaflokkinum, ið spurdi, hví mykinesleiðin varð skerd. Mett varð eisini, at ferðasambandið út í Mykines verður væl røkt av tyrluni, sæst í svarinum frá landsstýrismanninum til tingmannin. Sagt verður eisini, at landsstýrismaðurin ætlar sær at arbeiða fram ímóti eini skipan, har siglt kann verða í september eftir tørvi, til dømis við tilkalling tá ið viðrar. Siglast skal til Mykines í tíðarskeiðnum frá 1. mai til 31. august umframt 10 dagar í heystfrítíðini, stendur í avtaluni, Strandferðslan hevur gjørt við privata felagið, sum hevur siglingina. Av tí at Strandferðslan ongan eykabát hevur, er Strandferðslan bundin av at leiga privatar bátar tá skipini skulu í dokk. Tí gongur Jósup, ið røkir mykinesleiðina, inn í dokkingarætlanirnar hjá Strandferðsluni. Og so seint sum í ár varð Jósup leigaður millum 1. september og byrjanina av heystfrítíðini, tá ið fleiri skip hjá Strandferðsluni vóru á sleipistøð. Vit hoyra bókina Froskarnir í Nólsoy, sum Joan Sørinardóttir skrivaði og Birde Poulsen myndprýddi. Páll Danielsen lesur og Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2016. Ráðgevarafelagið heldur, at almennar útbjóðingar verða ikki nóg væl frágingnar, millum annað tí at treytirnar hava verið ógreiðar. Felagið hevur eisini gjørt vart við, at útboð verða tikin aftur, tá fyritøkurnar, sum hava vunnið útbjóðingina, hava fingið arbeiðið. Í summum førum hava fyritøkur latið tilboð, sum kostaðu eina millión krónur at gera, men tær fingu bara 200.000 krónur endurgoldnar, sigur Selmar Nielsen við blaðið. Hetta skaðar lønsemið, og er als ikki góður útbjóðingarsiður, sigur formaðurin í Ráðgevarafelagnum. Í Danmark er loftið fyri, nær arbeiði skulu bjóðast út, 500.000 krónur. Men danska ráðgevaravinnan strembar eftir, at loftið verður hækkað upp í 1,2 milliónir krónur. Vinnan ásannar, at kostnaðarmikil tilboðsgeving kann skaða lønsemið hjá fyritøkunum. Talan gjørdist um ein sera spennandi og javnan dyst millum kvinnuliðini hjá Mjølni og Fleyr, tá liðini hittust í Klaksvík týskvøldið. Men eftir fyrstu tvey settini var einki, sum bendi á, at dysturin skuldi gerast so spennandi. Dráttur er oddalið í meistaradeildini hjá kvinnum við 12 stigum fyri fýra dystir. KÍF er á øðrum plássi við 9 stigum somuleiðis fyri fýra dystir. Í sendingini hesa ferð hitta vit Teit Lassen, ið júst hevur givið tónleikaverkið Confessions út saman við viðurkenda amerikanska tónaskaldinum, Nico Muhly. Síðani er nýggja skaldsøgan hjá Jóannesi Nielsen, Bommhjarta , á gáttuni, og vit hava verið ein túr framvið hjá viðurkenda rithøvundinum. At enda fara vit at fregnast um spennandi samstarvið hjá Dánjal á Neystabø og finnlendinginum Kim Nyberg, ið er mest kendur frá norðurlendska orkestrinum Afenngin. Vár Berghamar Jacobsen lesur bókina Børnini í Brakarastræti. Astrid Lindgren skrivaði og Guðrið Rubeksen týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2016. Høgni Fagraberg var tøkningur Vár Berghamar Jacobsen lesur bókina Børnini í Brakarastræti. Astrid Lindgren skrivaði og Guðrið Rubeksen týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2016. Høgni Fagraberg var tøkningur. Vár Berghamar Jacobsen lesur bókina Børnini í Brakarastræti. Astrid Lindgren skrivaði og Guðrið Rubeksen týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2016. Høgni Fagraberg var tøkningur. Vár Berghamar Jacobsen lesur bókina Børnini í Brakarastræti. Astrid Lindgren skrivaði og Guðrið Rubeksen týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2016. Høgni Fagraberg var tøkningur. Vár Berghamar Jacobsen lesur bókina Børnini í Brakarastræti. Astrid Lindgren skrivaði og Guðrið Rubeksen týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2016. Høgni Fagraberg var tøkningur. Vár Berghamar Jacobsen lesur bókina Børnini í Brakarastræti. Astrid Lindgren skrivaði og Guðrið Rubeksen týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2016. Høgni Fagraberg var tøkningur. Vit eiga at hava greiðar reglur fyri, hvussu eitt býráð verður skipað eftir kommunuval. Tað heldur Ragnar Joensen, sum er stjórnmálafrøðingur og undirvísir á Glasi. Tað upplýsti Aksel V. Johannesen, løgmaður, í Løgtinginum mikudagin. Hann segði, at landsstýrið hevur ikki bara dagførdan fríhandilssáttmála við ES at hugsa um. Sangirnir, ið royna seg í gjøgnum Nálareygað, eru This I Know við Benjamin Rajani, Time Alone við Jón Mørkøre, og Beggars Waltz við Regin Guttesen. Fyrsta skotið verður helst latið av fyrst í næsta ári, og koyrandi verður undir Tangafjørð í 2020, sigur Teitur Samuelsen, stjóri. Teitur Samuelsen sigur, at helst verður prísurin nakað tað sama at koyra undir Skopunarfjørð sum undir Tangafjørð eini 50 til 75 krónur hvønn vegin. Sostatt skuldi tað ikki longur kunna komið óvart á landsstýrið, um peningarstovnarnir í Føroyum aftur fáa fíggjarligar trupulleikar. Jarðfeingi er í London fyri at seta ferð á leitingina eftir kolvetni í landgrunninum og fyri at marknaðarføra fjórða útbjóðingarumfarið, sum byrjar 17. mai næsta ár og endar 17. februar í 2018. Tá verða loyvi at leita eystan fyri Føroyar boðin út. Í røðu, sum Poul Michelsen helt í London í gjár, segði hann, at fimta útbjóðingarumfarið verður í 2019. Tá verða loyvi at leita eftir kolvetni vestan fyri Føroyar boðin út. Ætlanin er at gera seismiskar kanningar vestanfyri næsta ár og í 2018. Landgrunnurin vestanfyri er lítið kannaður enn. Poul Michelsen segði eisini í røðu sínari, at í 2021 verða leiðir nærri landi kannaðar, og tá verða eisini givin loyvi at gera kanningar á landi. PETEX er størsta oljuráðstevna í Evropa. Fyrsta útbjóðingarumfarið í Føroyum var í 2000. Tað triðja og higartil seinasta var í 2008. Síðani 2000 eru boraðir níggju kanningarbrunnar í føroyska landgrunninum. Harafturat eru trý vísindalig borihol og yvir 150 grunn borihol. Føroyingar spara nógvar pengar, nú oljan er bílig. Innflutta oljan kostaði ein fjórðing minni fyrstu tríggjar ársfjórðingarnar í ár enn somu tíð í fjør. Føroyar innfluttu fyri fýra milliardir og 700 milliónir krónur til 1. oktober. Tað eru 225 milliónir krónur, seks prosent, meira enn í fjør. Kommunurnar fáa hesar pengarnar, tí avtalan millum Fíggjarmálaráðið og Kommunufelagið um pengar til eldraøkið sigur, at kommunurnar fáa forskattingina av penjónunum. Kommunurnar hava fingið 372,4 milliónir, men fáa nú 5,6 milliónir afturat, tá tær 14 milliónirnar í írestandi eftirløn eru goldnar. Tí fáa kommunurnar 378 milliónir umframt eina einsinnisupphædd, sum er 25 milliónir krónur, fyri 2015, staðfestir Fíggjarmálaráðið í brævinum til Kommunufelagið. Kommunurnar fáa tí 403 milliónir. Í brævinum til Kommunufelagið sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, at Kommunufelagið hevur fingið tilboð um at koma við uppskoti um annan fíggingarleist. Tað tilboðið stendur við. Skattanevndin, sum í løtuni viðger alla skattaskipanini sum hon er, viðger eisini, hvussu eldraøkið skal fíggjast, sigur Kristina Háfoss í brævinum til Kommunufelagið. Borgaralistin á Tvøroyri gjørdi av undan valinum at fara eftir borgarstjórasessinum á Tvøroyri, tað sigur Anita Vibergsdóttir, komandi býráðslimur á Tvøroyri í tíðindaskrivi. Eftir triðja uppstillingarfund, gjørdu vit valevnini á Borgaralistanum skrivliga avtalu um, at vunnu vit valið, skuldi fyrstvaldi á listanum fara eftir borgarstjórastarvinum. Harafturat avtalaðu vit, eisini skrivliga, at um vit vunnu valið, so skuldi eingin okkara hoppa yvirum og atkvøða fyri, at nakar á øðrum lista bleiv borgarstjóri, skrivar Anita Vibergsdóttir. Hon hevði møguleika at gerast borgarstjóri, tá hon kom í lyklastøðu eftir valið, men valdi at peika á Kristin Michelsen av Kommunulistanum. Í tíðindaskrivnum sigur Anita Vibergsdóttir Valið bleiv tíverri ein lemjandi ósigur fyri Borgaralistan, og kom eg í ta støðu at vera einasta valevni á okkara lista, sum kom inn í býráðið. Beint eftir, at valið var av, var eg inni á valstaðnum. Eg bleiv beinanvegin boðin til samráðingar av størsta listanum, Kommunulistanum, og tók eg av. Eg fekk tó eisini boð frá Javnaðarlistanum um, at eg var vælkomin at tosa við tey. Men út á náttina hevði eg telvað meg til eitt úrslit við Kommunulistan, sum eg var sera væl nøgd við, og sum eg kann standa inn fyri. So til teirra, sum undrast á, at eg ikki fór undir realitetssamráðingar við Javnaðarlistan, kann eg siga, at hetta fyri mítt viðkomandi ongantíð gjørdist aktuelt, tí at samráðingarnar við Kommunulistan gingu so væl, sum tær gjørdu. Hóast afturvendandi áheitanir frá Javnaðarflokkinum, valdi eg at halda meg til avtaluna við Kommunulistan og henda avgerð verður ikki broytt. Dagin eftir valið høvdu valevnini á Borgaralistanum fund. Har greiddi eg frá, hví eg hevði tikið ta avgerð, sum eg tók. Tað var mín sannføring, at við hesi avgerð fóru vit at fáa mest og best burturúr komandi setu. Vit vóru øll seks valevnini á fundi, og meirilutin tók mína avgerð til eftirtektar, skrivar Anita Vibergsdóttir í tíðindaskrivinum. Gunnar L tzen úr Havn, hevur savnað og latið inn fløskur í nógv ár, og hann heldur at skipanini sum er í dag, er ótíðarhóskandi. Gunnar flokkar allar fløskur og blikk heima, fyri síðan at koyra runt til eini seks sjey ymisk støð í Havnini, fyri at sleppa av við fløskur og blikk. Hann kundi hugsað sær eina smidligari skipan, har møguleiki er at sleppa av við alt á einum stað. Ronnie Korsager Davidsen, frá Rúsdrekkasølu Landsins, sigur, at tað helst skuldi verið IRF og Kommunala Brennistøðin á Hjalla, sum stóð fyri allari innsavningini. Ronnie sigur, at tað hóskar seg ikki at koma í ein handil, har krambakvinnan, ella krambakallurin, fyrst skal taka móti skitnum fløskum, fyri síðan at leggja frukt og aðra handilsvøru fram á handilshillarnar. IRF og Kommunala Brennistøðin á Hjalla skuldu fingið fleiri fløskuautomatir, so tað slapst undan stórum bíðirøðum, sigur Ronnie Korsager Davidsen, frá Rúsdrekkasølu Landsins. Lurtið eftir samrøðuni við Ronnie Korsager Davidsen, frá Rúsdrekkasølu Landsins og Gunnar L tzen, fløskuinnsavnara og fløskupantsbrúkara. Málið í ár er greitt Eg ætli mær at vinna, sigur dámligi føroyinguriin, sum við sínum 132 kilo, helst verður lættasti luttakarin leygardagin. Næsta stigið er at fáa Bjarna Nielsen út í heim at kappast, sigur Bogi Hammer, sum sjálvur fleiri ferðir hevur vunnið heitið føroya sterkasti. Potentialið er stórt. Minst líka stórt sum hjá Regini Vágadal, ið higartil er einasti føroyingur, ið hevur kappast í utlondum, sigur Bogi Hamer. Í tíðindaskrivi verður boðað frá, at í kapping við 4000 aðrar onnur lýsingarátøk úr 70 londum, fekk Sheep View tvær silvur virðislønir. Sambært fólkunum aftanfyri Sheep View snúði átakið seg um at skapa eitt átak og eina søgu, ið var so øðrvísi, at tað kundi fáa uppmerksemi í altjóða miðlum. Stigtakararnir siga seg tó vera ovfarnar av, at Sheep View átakið hevur rokkið so langt og er víst meira enn tvær milliardir ferðirnar, sigur Tór Verland Johansen, kundastjóri á Sansum. Klaksvíkar Dansifelag kvøður Der gt r dans p Ribergade. Johan Petersen, Skard, skipar. Bjarni Vestergaard skipar Guttormsvísu í Sumba. Tanja Poulsen og Súsanna Hansen skipa Harpurímu í Nólsoy. Jákup Poulsen kvøður brot úr vísuni um Floksmenninar. Sumbingar kvøða Huldugentuna. Gunnar Poulsen skipar. Jákup Poulsen kvøður brot úr donsku brúðarvísuni. At enda skipar Gunnar Poulsen Huldugentuna í Sumbiar Dansifelag. Her á heimasíðuni eru kvæði og vísur í fullari longd. Regin Jacobsen segði fyrr í heyst við útvarpið, at virkið í Vági er ótíðarhóskandi, og verður ikki góðkent til framhaldandi rakstur. Um tað skal loysa seg at halda lív í virkseminum á virkinum í Vági, skal Bakkafrost hava víðkað aliloyvið á Trongisvágsfirði. Um hetta ikki eydnast flytir fyritøkan framleiðsluna úr Vági til nýggja virkið á Glyvrum. Útvarpið ætlaði at spyrja Regin Jacobsen, stjóra, um tilgongdin at flyta virksemið úr Vági er byrjað, nú Bakkafrost flytir laks úr Hovi inn á Glyvrar. Men Regin Jacobsen ynski ikki at gera viðmerkingar til hetta í løtuni. Hann bíðar eftir, at politiska skipanin tekur støðu til, hvørji aliloyvi Bakkafrost sleppur at hava í Suðuroynni. Bilverksmiðjan væntar at spara 3,7 milliardir evrur, ella 27,5 milliardir krónur í okkara peningi. Tað váttar Volkswagen sambært fleiri tíðindstovum. Reuters skrivar, at 23.000 fólk starvsfólk í Týsklandi verða søgd upp, tí Týskland er eitt av londunum, har tað er dýrast at gera bilar. Fakfeløgini hava góðtikið skerjingarnar, tí Volkswagen hevur afturfyri lovað at stovna 9.000 arbeiðspláss í Týsklandi at menna og framleiða el bilar. Fyritøkan varð stovnað í 1937, og í fjør starvaðust 610.000 fólk hjá Volkswagen. Verksmiðjan gjørdi til samans 10 milliónir bilar. Okkara fatan er, at skúlastjórin hevur fullan rætt at umtala og kunna almenningin um almenn viðurskifti, sigur Føroya Lærarafelag millum annað í klaguni. Føroya Lærarafelag klagar vegna Selmar Jacobsen, skúlastjóra í Sankta Frans skúla í Havn, at Mentamálaráðið hevur givið honum eina sonevnda munnkurv. Felagið sendi í gjár umboðsmanninum eina klagu. Felagið vil ikki finna seg í, at skúlastjórin ikki longur sleppur at úttala seg í málinum um framhaldsdeild í skúlanum. Á henda hátt setir Mentamálaráðið hansara grundlógartryggjaðu rættindi at úttala seg til viks, sigur Lærarafelagið í klaguni sambært Skúlablaðnum . Tað var í juni mánað, at Mentamálaráðið hartaði Selmar Jacobsen, skúlastjóra í Sankta Frans skúla, tí hann úttalaði seg í málinum um framhaldsdeildina. Tað er ikki uppgávan hjá skúlastjóranum at leggja seg út í viðurskifti, sum hava við skúlabygnaðin at gera, segði Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum. Útsøgnin hjá aðalstjóranum í útvarpinum 9. juni førdi til, at málið eisini hevur verið viðgjørt á hægsta embætismannastigi í ráðnum, skrivar Skúlablaðið. Í januar er eitt ár síðani málið um framhaldsdeild í Sankta Frans skúla í Havn byrjaði, tá skúlastýrið setti seg í samband við Tórshavnar býráð. Skúlastýrið heitti á býráðið um at lata næmingarnar sleppa at halda fram í 8. og 9. flokki í skúlanum, men umbønin hjá skúlastýrinum varð ikki gingin á møti. Ein foreldrabólkur hevur eisini uttan eydnu roynt at fáa framhaldsdeild í Sankta Frans skúla. Bólkurin hevur millum annað verið á fundi við borgarstjóran í Havn. Smásølan er til 2. desember og eftir tað verður ullin, sumer eftir, boðin út í størri nøgdum, og tað verður bæði í Føroyum og uttanlands. Skipararnir á Anitu, báðir føroyingar, og reiðaríið, P f Seta, eru ákærd fyri ikki at hava eitt felags arbeiðsmál um borð á Anitu, eitt mál, sum øll manningin skilti. Hóast dekkararnir vóru úr Indonesia, vóru ongar mannagongdir um trygdina á teirra máli. Tí bar ikki til at samskifta um millum annað trygdina á skipinum, sigur ákæruvaldið. Skipararnir og reiðarin játta seg sekar í, at felags arbeiðsmál var ikki, men teir nokta seg sekar í at hava brotið manningarlógina, Hann legði ikki arbeiðið á dekkinum til rættis á forsvarligan hátt. Hann hevði við at gera tað kunnað forðað fyri vanlukkuni, segði Linda Hesselberg. Ákæruvaldið krevur, at skiparin, sum var við, tá vanlukkan hendi, fær eina stutta treytaða fongsulsrevsing, ella 60.000 til 80.000 krónur í bót. Hin skiparin eigur at fáa 10.000 krónur í bót og reiðaríið 150.000 krónur. Eingi trygdarumboð vóru á Anitu, men ákæra er ikki skrivað um tað brotið. Búnaðarstovan fer nú at selja ullina, sum varð savnað inn í summar. Í fyrstu syftu verður ullin seld í leysari vekt, tað er niður í 20 kilo í sekkinum. Talan verður um tveir flokkar av ull. Fyrsta floks ull i seks náttúrulitum verður seld fyri 50 krónur kilo, og annað floks ull í blandaðum liti verður seld fyri 25 krónur kilo. Møguleiki er at keypa smærri nøgdir av ull, til 2. desember. Búnaðarstovan sigur, at síðani verður ull boðin út í størri nøgdum. Ull er samfingin og ikki vaskað, men er rein og turr, sigur Búnaðarstovan. Torbjørn Jacobsen hevur skrivað hugleiðing til faldaran hjá Talvsambandinum, sum kemur út í sambandi við Runavík Open. Vit endurgeva tekstin hjá borgarstjóranum niðanfyri. Tað var Sovjetsjefurin Vladimir I. Lenin, ið umrøddi talvleikin sum fimleikahøll heilans. Hetta sást aftur í fullkomna sovjetiska dominansinum á talvborðum kring heimin heilt fram til lagnudagin í Reykjavík, táið Bobby Fischer í 1972 sópaði mótstøðuna eystaneftir av borðinum, og eyðmýkti hin sympatiska og stillføra Boris Spasskij. Kalda kríggið var í hæddini, og tað flónaði ikki ímillum partarnar av hesum dystinum ímillum stórveldini, so stóran týdning hevði hann. Sjálvur var eg 16 ára gamal tá, og meðan stríðið stóð á feltunum í høvuðsborg Íslands, byrjaði eg í Hoydølum, og har festi rættiliga í, serliga millum dreingirnar, komnir hagar úr øllum landinum, og síðani hevur talvið verið ein av mínum heilt stóru fascinatiónum, hóast man dugir lítið meiri enn mannagongdina. Telvingin eigur eina drúgva søgu í Norðurlondum. Á ferðum teirra í Byzans og hinumárabiska kalifatinum tóku víkingarnir talvfólk heimaftur við sær, og í íslendskum skjølum sæst, at danakongur, Knút hin Stóri, longu var farin at telva í 1027. Tað at telva hevur verið ein passión hjá nøkrum fáum føroyingum í mong Harrans ár, men fólkaítrótt bleiv leikurin ikki, hóast vit hava staðið okkum heilt væl í ymsum kappingum, eisini altjóða. Hinvegin hevur nógv verið telvað heima við hús hjá fólki og umborð á skipum. Mín meting er, at skal komast víðari fram á leið, og hesin ediligi leikurin skal gersast alra manna ogn, eigur talvið at gerast eitt fak í fólkaskúlanum. Í økinum eystarumegin við Skálafjørðin hevur verið soltið í so máta í alt ov mong ár. Runavíkar Talvfelag var einaferð uppi á døgum, men dúrurin hevur verið væl drúgvari enn fugladúrur. Stórar hendingar hava tað við at varpa langar skuggar frammanfyri sær, og táið talvoddvitin, Finnbjørn Vang, róði framundir, at halda eina altjóða talvkapping í Runavík Runavík Open, tá løgdu vit okkum ikki á boðini. Vit báðir varaborgarstjórin, Helgi L. Petersen, hava síðani díkt á fyri at fáa hetta í lag saman við samskipara okkara Bárði Højgaard. Mánadagin byrjar kappingin, og hon hevur longu fyri hetta rættiliga munað í lokalsamfelagnum. Talvfelagið í økinum vaknaði aftur úr langa dvalanum og er aftur við í landskappingini fyri lið. Í kvøldskúlanum á Glyvrum leggur Kári Sverrisson óvitum og yngri lag á, og áhugin er so stórur, at tað er ikki meiri enn, at hann stendur áhuganum kurl. Fyri kortum vitjaði stórmeistarin Helgi Dam Ziska í Løkshøll, har hann snartelvaði ímóti skúlanæmingum, og á páskum skipa vit fyri føroyameistaraskapinum í talvi fyri einstaklingar. Ein telefonsamrøða ímillum tveir hugaðar og áhugaðar menn vakti eitt potentiali, sum bara bíðaði eftir at fáa startstreym. Umframt tað, at ungdómurin er sloppin inn í fimleikahøll heilans, fara vit heilt víst um nøkur ár at síggja onkran úr økinum á fremstu røð í oddinum í føroyskari telving. Ein tann størsta løtan í mínum egna lívi var hetta vakra summarkvøldið fyri 15 árum síðani í Roykstovuni í Kirkjubø, tá eg telvaði ímóti azerbaijananum Gary Kasparov, fløskaður upp í sovjetiska talvskúlanum, og sum enn verður mettur at hava verið besti telvarin í heiminum nakrantíð. Hann mundi vera serliga kurteisin hetta kvøldið, talvið endaði við remis, men júst hansara vitjan setti turbo á yngru telvarar okkara aftur. Hugsi at Helgi Dam Ziska er ein teirra. Talvlegendan í Klaksvík, Rani Nolsøe, fekk hann til Føroyar, men glyvramaðurin í Mentamálaráðnum mátti taka serlig fíggjarlig stig fyri at lynna undir vitjanina, og tað er ein hin besta gerðin eg enn havi verið partur av. Sum borgarstjóri eri eg vegna borgarar okkara sera errin av og ikki minni fegin um, at Runavík Open gjørdist veruleiki, og at ein altjóða talvkapping er í býnum, samstundis sum Magnus Carlsen og Sergey Karjakin sita djúphugsnir hinumegin havið í New York og togast um heimsvaldið yvir talvinum. Við hesum fari at bjóða øllum vælkomnum til kappingina og takka mangar ferðir fyri álitið, Talvsambandið sýndi okkum. Mátti ein góð kapping verið luttakarunum til fyrimunar, og ungdómum okkara til stimbran á talvleiðini fram í fimleikahøll heilans. Forlagið Sprotin gav út bókina í 2015, Edward Fuglø hevur gjørt kápumyndina til føroysku útgávuna. Sonja Kjølbro hevur staðið fyri umbótingini. Føroyskur ungdómur er farin at hyggja at norsku ungdómsrøðini SKAM. Tøl frá NRK vísa, at yvir 1100 føroyingar fylgja við í sendirøðini og tað hoyrist. Røðin megnar at umboða allan ungdómin, og tí hyggi eg eftir henni, sigur SKAM fjepparin Petur Markus Hammer. Røðin er eisini øðrvísi enn flestu aðrar røðir, metir hann. Tað er, tí hon skiftir høvuðspersón eftir hvørja sesong, legði hann aftrat. Hoyr alla samrøðina og finn útav, hví tað er týdningarmikið at hava eina røð, ið megnar at umboða allan ungdómin, sum hann er. Vit práta við ungar sum eldri fjepparar, Norrøna Ungmannafelag Føroya, leiðaran á mentanardeildini í KvF og ung filmslistafólk. Harumframt er klumman eisini um SKAM hesa ferð. Norrøna Ungmannafelag Føroya hevur tað endamál at virka fyri norðurlendskum samstarvni. Tó meta tey, at norska sendirøðin hevur megnað at samantvinna norðurlondini meira, enn fleiri onnur átøk hava áður. At tosa um gjógv millum Havnina og restina av Føroyum gevur ikki meining, tí landið er so lítið og væl knýtt saman, heldur Katrin Petersen. Grundvirðini eru tey somu, men menniskjavirðini skulu fylla meira, sigur afturvaldi formaðurin í Fólkaflokkinum, Jørgen Niclasen. Fimm ungir dreingir frá Marokko, ætlaðu at goyma seg í eini bingju á bryggjuni í Hirtshals náttina til leygardagin, skrivar TV2 Nord . Dreingirnir vórðu avdúkaðir av myndatóli, tá teir klatraðu upp um hegn og girðingar á havnaøkinum í Hirtshals við tí fyri egyað at goyma seg í eini bingju og soleiðis sleppa til Íslands við Norr nu. Ógvusligu bumbuálopini í seinastuni á Aleppo í Sýria hava gjørt enda á skipaðari sjúkrahjálp í tí partinum av býnum, har uppreistrardeildir hava valdið. Altjóða Heilsustovnurin, WHO, sigur, at einki av neyðhjálpar sjúkrahúsunum í býnum er virkið, nú fimm dagar eru farnir, síðani stjórnarherurin fór undir stóru bumbuatsóknirnar. Bretski mannarættindabólkurin, SOHR, sum hevur Sýria sum arbeiðsøki, sigur í dag, at í minsta lagi 27 sivilfólk hava latið lív í álopunum. Reuters endurgevur umboðið hjá WHO í Sýria, hon eitur Elizabeth Hoff, og hon váttar, at virksemið á øllum sjúkrahúsum har eysturi í Aleppo er steðgað. Í gjár segði Jan Egeland, sum er útsendur til Sýria fyri ST, at Eysturaleppo stendur fyri troystarleysum tíðum, nú trot er á øllum og veturin stundar til. Sum eg skilji, eru allar goymslur í roynd og veru tómar, og tíggjutúsundtals familjur fara skjótt at mangla mat, segði Egeland við Reuters í gjár. Síðani 2012 hevur býurin so at siga verið býttur í tvey Stjórnin hjá Bashar al Assad, forseta, hevur ræðið vestanfyri, meðan uppreistrardeildir hava ræðið eystanfyri. Stjórnarherurin hevur sum mál at fáa fult ræði á býnum, og herdeildir, sum Iran stuðlar, og russiska flogmegin, hjálpa stjórnardeildunum í álopunum. Politiið í Havn steðgaði í nátt einum bili við nøkrum ungum monnum, sum politiið kennir. Tveir teirra høvdu eitt sindur av hashi uppi á sær, sum politiið tók, og menninir fáa bót fyri tað. Politiið fann eisini knívar uppi á monnunum í bilinum. Politiið tók knívarnar, sum eru ólógligir, og skrivaði eisini bót fyri teir. Tveir aðrir ungir menn fáa 600 krónur í bót hvør fyri at geva politinum fuckfingurin, sum tað eitur, í miðbýnum í Havn. Tað er brot á politiviðtøkuna. Um sjey tíðina í morgun fór ein bilur út vegnum í Kollfjarðardali. Tveir menn vóru í bilinum, og teir vórðu koyrdir á Landssjúkrahúsið. Politiið sigur, at hálka var orsøkin til óhappið. Rúsdrekka var ikki uppií, vístu kanningarnar hjá politinum. Politiið kannaði fimm skeinkistøð í Havn í nátt, men har var alt í lagi. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur ikki flutt seg ein millimetur nærri nøkrum andstøðuflokki. Tað segði Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins, á landsfundi floksins í gjár. Fiskivinnunýskipanin tykist sum ein keipuleikur. Vit hava verið á nógvum fundum. Teir flestu, har embætisfólk hava útlagt tekstin hjá nýskipanarnevndini. Landsstýrimaðurin er sera væl nøgdur við hvønn fund, men einki er hent, segði Jørgen Niclasen. Vit vita ikki, hvat samgongan er samd um, og landsstýrismaðurin hevur ikki flutt seg ein millimetur móti nøkrum andstøðuflokki, sigur Jørgen Niclasen. Hann samanbar formenninir í samgonguflokkunum við teir í skaldsøguna Feðgar á ferð. Jørgen Niclasen segði, at ein fiskivinnunýskipan má geva vinnuni tryggar karmar. Ein uppboðssøla er at selja skinnið, áðrenn bjørnin er skotin. Hon drenar vinnuna og steðgar nýíløgum og konsolidering. Vit verða afturúrsigld. Løgmaður hevur fegnast um alivinnuna og átti tí at kunnað gjørt semju við Fólkaflokkin um líknandi skipan fyri fiskivinnuna, segði Jørgen Niclasen, sum varð afturvaldur til formann Fólkafloksins á landsfundinum í gjár. Eingin bjóðaði honum av. Dokumentarfilmurin hjá Mike Day, The Islands and the Whales, sum lýsir dálkingina í heimshøvunum gjøgnum Føroyar og grindadráp vann fríggjakvøldið virðisløn á størsta amerikanska dokumentarfestivalinum, sum kallast DOC N Y C. Filmurin lýsir ein alheimstrupulleika á ein inniligan hátt, og tí vinnur the Islands and the Whales hesa virðisløn , segði dómsnevndin, tá virðislønin varð handað. Endamálið við filminum er at vísa, hvussu dálkað heimshøvini eru og tað velur Mike Day, leikstjóri at gera, við at lýsa, hvussu dálkingin hevur ávirkað lívið hjá okkum her í Føroyum. Petur Sigurd Rasmussen tók studentsprógv í Havn í 1953. Summarið 1954 var hann í Grønlandi við sluppini Skarvanesi, sum mammubeiggin Ewald Hentze førdi. Heystið 1955 fór hann niður á kunstakademiið at lesa arkitektur, men legðist skjótt sjúkur og kom heimaftur. Lítil og skjótur, sum hann var, gjørdi hann vart við seg í ítrótti. Hann fekk fýra landsdystir i fótbólti. Tveir móti Hetlandi og tveir móti Íslandi. Hugaligari var at spæla móti hetlendingum. Móti íslendingum var hann málmaður í 1962, tá Føroyar fingu sítt størsta tap nakrantíð. Tað fall honum illa. Brynhild Thomsen hevði vitjan av Ólavi Ellefsen, formanni í Javnstøðunevndini í útvarpsstovuni, og hann segði at nógv er at berjast fyri hjá monnum. Teir hava verri heilsu, hava oftarai arbeiðsvanlukkur og gera oftari sjálvmorð. Haraftrat eru teir fyri stórum vanbýti í mun til barsil, sigur formaðurin í Javnstøðunevndini. Sálarligt arbeiðsumhvørvi verður viðgjørt á tiltaki í Havn hjá Kommunala arbeiðsgevarafelagnum seinnapartin fríggjadagin í næstu viku. Lise Keller, sálarfrøðingur og menningarráðgevi, og Charlotte Bredal, ráðgevi, fara at greiða frá, hvussu partarnir á danska kommunala arbeiðsmarknaðinum arbeiða við sálarligum arbeiðsumhvørvi, so sum at fyribyrgja strongd og at skapa gott samstarv. Hvør kommuna kann senda fýra fólk, leiðarar og starvsfólk, til tiltakið. Kommunala arbeiðsgevarafelagið og fakfeløg hava í nýggjastu sáttmálunum avtalað, at serligur dentur verður lagdur á sálarligt arbeiðsumhvørvi á kommunalum arbeiðsplássum og hjá SEV og IRF, sum eru kommunalir stovnar. Tað segði verjin hjá skiparanum á Anita, sum ákæruvaldið vil hava dømdan treytaða fongulsrevsing fyri vanlukkuna í februar 2014, tá Anita misti ein mann fyri borð. Maðurin fór út við gørnunum, tá teir settu í ringum veðri undir Føroyum. Tað er ikki so langt síðani, at føroyingar yvirtóku málsøkið trygd á sjónum. Tí er ikki rættiliga nøkur rættarvenja enn á økinum. Hetta er fyrstu ferð, at ákæruvaldið í Føroyum krevur fongsulsrevsing fyri at bróta lógina. Vanliga er revsingin bót. Jens Andrias Vinter, verji hjá skiparanum, helt ikki, at fyrsti dómurin av hesum slagnum eigur at vera fonsgulsrevsing. Tað er ikki rætt at leggja so hart út, segði hann. Í staðin fyri eigur skiparin at fáa eina ávaring, segði hann. Ákærin, Linda Hesselberg, segði, at eingin dómur er at brúka sum fyrimynd. Men við at døma fongsulsrevsing, hóast treytað, verður greitt tekin sent øðrum, sum ikki halda lógina um trygd á sjónum, segði hon. Vil Føroya rættur ikki døma stutta, treytaða fongsulsrevsing, krevur ákæruvaldið 60.000 til 80.000 krónur í bót fyri brot á lógina um trygd á sjónum og á manningarlógina, fyri grovt ósketni, sum gjørdi, at maðurin fór fyri borð. Í ársfrágreiðingini hjá felagnum fyri 2015, sum varð samtykt á aðalfundi 23. august, stendur undir yvirskriftini Framtíðarútlit, at eginpeningur felagsins er negativur, góðar 21,2 milliónir krónur Felagið hevur mist allan felagskapitalin. Felagið hevði góðar 6,6 milliónir krónur í rakstrarhalli í fjør, sum løgdust aftur at gomlum halli, sum er slakar 17 milliónir. Leiðslan í P f Seta metir útlit vera fyri einum lønandi rakstri hjá felagnum í framtíðini, og tískil at endurvinna eginpeningin við avlopi frá rakstri komandi árini. Grannskoðarin, Menta, gjørdi P f Seta vart við vinnufelagslógina, sum krevur, at leiðsla felagsins innan seks mánaðir skal taka støðu til fíggjarligu viðurskifti felagsins. Grannskoðarin sigur eisini, at kapitaleigararnir hava tikið stig til neyðugt gjaldføri í nýggjum ári, tað er í 2016. Realurin hevur lán í Anitu. Í roknskapinum fyri 2015 stendur, at fyri fíggjarligu skyldum felagsins mótvegis lánveitarum, góðar 8,6 milliónir krónur , eru lýstar veðsetingar í skipinum fyri slakar 15 millónir, sum hava eitt roknskaparligt virði upp á 27,1 milliónir krónur , tað sum Anita er mett at vera verd. Onnur skuld, stuttfreistað, er 45,2 milliónir kkrónur, Seta kundi tann 1. september í ár søkja um at fáa føroyska veiðiloyvið hjá Anitu aftur, men hevur ikki gjørt tað enn. Anita liggur í Spania. Forsetin bað mikudagin Katrínu Jakobsdóttur, forkvinnu í næst størsta flokkinum, teimum Vinstru grønu, um at royna at skipa stjórn. Flokkarnir, sum nú royna at skipa stjórn, hava góðar vónir, og eftir fundin í dag verður møguliga greitt, um tað verður egg ella ungi. Ang ela Merkel, sterki kanslarin í Týsklandi, hevur í dag boðað floksfeløgum sínum í Kristiliga demokratiska flokkinum, CDU, frá, at hon stillar upp til valið í september ella oktober næsta ár. Tey, sum ógvast og harmast um fyrst Brexit og nú Donald Trump, vónaðu inniliga, at Merkel fór at stilla upp aftur, tí hon borgar fyri støðufesti. Óført hevur verið gitt um politisku framtíð Merkels. Úr hennara egna flokki eru komnar ymsar fráboðanir. Fyri fáum døgum síðani segði Norbert Røttgen, CDU politikari, við CNN, at Merkel fór at stilla upp. Talsmaðurin hjá týsku stjórnini, Steffen Seibert, skundaði sær at avsanna hetta. Kanslarin fer, sum ofta fráboðað, at boða frá avgerð sínari um uppstilling, tá tíðin er búgvin til tess, segði hann. CDU hjá Merkel og Kristiliga demokratiska uniónin í Bayern, CSU, eru 10 prosentstig framman fyri kappingarneytarnar í veljarakanningum. Tingbólkarnir hjá teimum fimm flokkunum í Íslandi, sum royna at skipa stjórn, viðgera nú samgongusamráðingarnar eftr fundin millum floksleiðslurnar í dag. Katrin Jakobsdóttir, forkvinna hjá teimum Vinstru grønu, stendur fyri samráðingunum. Hon fekk heimildina frá forsetanum mikudagin. Hon væntar at frætta frá hinum flokkunum longu í kvøld. Katrin Jakobsdóttir sigur við íslendskar miðlar, at hon er bæði bjartskygd og realistisk. Í andstøðu vera gomlu stjórnarflokkarnir, Sjalvstæðisflokkurin, sum er nógv størsti flokkur í Íslandi, og Framsóknarflokkurin, sum hevði forsætisráðharran í undanfarnu stjórn, við 29 tinglimum. Teir fimm flokkarnir, sum nú royna at skipa stjórn, eru umframt tey Vinstru grønu Piratarnir, Viðreisn, Bjørt framtíð og Samfylkingin. Verður stjórnin skipað hevur hon 34 av 63 altingslimum. Í kvøld verður væntandi greitt, um farast kann undir realitetssamráðingar. Ætlanin er, um so verður, at gera skjótt av. Íløgur fyri til samans 40 milliónir krónur standa á fíggjarætlanini hjá Runavíkar Kommunu fyri 2017. 15 milliónir eru settar av til havnarútbyggingina, men tað er langt frá nokk. Útbyggingin fer at kosta 42 milliónir krónur í alt, sigur Torbjørn Jacbosen, borgarstjóri. Átta milliónir krónur verða brúktar í 2008. Tað vil siga, at kommunan skal læna minst 20 milliónir í 2018, tá bryggjan skal vera liðug. Aðrar íløgur á fíggjarætlanini eru millum annað fimm milliónir krónur til útstykking og fýra milliónir krónur til spillivatnsskipan. 400.000 eru settar av til søguna um Runavíkar Kommunu og so eru tvær milliónir krónur settar av til at fyrireika arbeiðið at gera eina svimjihøll. Ætlanirnar um at stovna alment partafelag at byggja havrannsóknarskip, ella langtíðarleiga havrannsóknarskip frá privatum veitara eru sleptar. Løgtingið hevur samtykt, at landið byggir skipið við íløgujáttan í fíggjarlógini. Skipið má ikki kosta meira enn 215 milliónir krónur, og tað skal verða liðugt í 2019. Høgni Hoydal svarar, at Havstovan heldur, at játtanin er í lagi. Men skipið er gamalt, og tí kann gerast neyðugt við nógvum pengum til viðlíkahald. Játtanin til Fiskiveiðieftirlitið er minkað seinastu árini. Í 2008 var játtanin smáar 45 milliónir krónir, í 2017 er hon knappar 41 milliónir krónur. Serliga er lítil orka at kanna fiskin, sum føroysk skip avreiða ella landa, og at fara umborð á mongu útlendsku fiskiskipini, sum fiska undir Føroyum. Í 2008 vóru seks eftirlitsfólk og eygleiðarar, nú er eingin eygleiðari og tvey eftirlitsfólk, har tað eina eisini hevur umsitingarligum uppgávur. Bæði ES og USA hava fordømt Russland. Støðan versnaði, tá Russland fløkti seg uppí kríggið í Sýria og ikki virdi avtalur um vápnahvíld. Barack Obama hevur sagt seg vóna, at Donald Trump fer at seta Russlandi hart ímóti hørðum, um Putin ikki virðir grundleggjandi rættindi og landamørk hjá sjálvstøðugum londum. Men skjótt skulu Vladimir Putin og Donald Trump tosa saman, so viðurskiftini millum londini kunnu fáast í rættlag. Hvat tað vil siga meira ítøkiliga, vildi Putin ikki siga um vikuskiftið. Hesa ferð hoyra vit millum annað Gundalsvalsin við Berg og Jacobsens Dansiorkestrinum og Don t Get Around Much Anymore við Søren Rydgren og Sone Banger. Lagt til rættis Hanna og Terji Jakobsen. Hesa ferð hoyra vit millum annað Petur Hentze Niclassen, Karlakórið Heimir, Nidarosdomens Guttekor og Kata. Lagt til rættis Gunnvør Poulsen. Astor Piazzolla hevur skrivað tónleikin vit fara at hoyra í dag. Vit hoyra um ferð hansara til París, og L Histoire Du Tango. Lagt til rættis Angelika Nielsen. Nýggja stjórnin fer helst at leggja seg eftir lægri vøkstri í almenna geiranum og herdum krøvum til útlendingar, sum vilja til Danmarkar. Danmark skal rinda 19 milliardir krónur meira til NATO fyri at røkka kravinum um tvey prosent av bruttotjóðarúrtøkuni, skrivar Politiken í dag. Anders Samuelsen, sum er formaður í Liberal Alliance, verður helst noyddur at víkja frá sínum kravi um skattlætta til tey, ið vinna mest, vænta danskir miðlar. 42 milliónir til havnarútbygging og minst 50 milliónir til svimjihøll eru á skránni hjá Runavíkar kommunu komandi fýra árini. Torbjørn Jacobsen heldur ikki nógv um boðini frá landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, Kristinu Háfoss, um at skrúva niður fyri íløguhuginum. Tølini fyri hús, íbúðir, kamping og ból og bita eru 20 prosent minni í ár. Hagstovan hevur tó ikki tøl fyri gistingarmøguleikan, sum eitur airbnb. Men tá ið rennararnir møttust uppi við hotel Føroyar, varð skjótt staðfest, at umstøður ikki vóru til at kappast. Tí bleiv tað til eina hugnarenning ístaðin. Italskir veljarar verða spurdir, um teir taka undir við uppskotinum hjá stjórnini um at gera umfatandi broytingar í italsku grundlógini. Talan er um broytingar í valskipanini, hvussu nógv vald tjóðartinglimir hava, og hvussu valdsbýtið skal vera millum stat, región og almennar stovnar. Andstøðuflokkarnir í italska parlamentinum finnast hvassliga at uppskotinum. Verður broytingin framd, gevur tað italsku stjórnini ov nógv vald, siga tey. Forsætisráðharrin, Matteo Renzi, heldur hinvegin, at grundlógarbroytingarnar skulu forða fyri, at stígur kemur í politiska arbeiðið. Búskaparfrøðiligu ráðgevarnir hjá Renzi vilja eisini vera við, at tað verður torført at fáa skil á viðbrekna italska búskapin um broytingarnar ikki verða framdar. Ímeðan flogfør í Evropa vórðu noydd at standa í still, tá Eyjafjallajøkull goysti í apríl 2010, stóð ferðavinnan ikki í stað aftaná. Stórur vøkstur hevur verið í ferðavinnuni í landinum tey síðstu seks árini síðani Eyjafjallajøkull gjørdi um seg, skrivar tíðindastovan Associated Press . Vit hálvavegna bíðaðu eftir tí, sigur Thordis Olafsdóttir, ið rekur eina ferðaskrivstovu í Vik, 180 kilometrar eystan fyri Reykjavík, tætt við gosgjallið, Katlu. Ferðavinnan lá ikki á boðunum eftir at Eyjafjallajøkull gjørdi um seg. Í marknaðarføringini varð millum sagt, at tað er óvist, nær gosfjøll aftur goysa. Í ár fara til samans 1,8 milliónir ferðafólk at vitja í Íslandi meta myndugleikarnir. Í 2010 vitjaðu bara ein hálv millión ferðafólk Ísland. Størsta einstaka verkætlan í Sunda kommunu, ætlanin um at byggja nýggjan skúla við Streymin fyri 85 milliónir krónur , hongur í leysum lofti. Hann sigur, at eitt samt býráð hevur samtykt at vísa avgerðini hjá Mentamálaráðnum aftur, og hildið verður fram við ætlanini at byggja nýggjan skúla og ítróttarhøll við Streymin, sum verða mett at kosta 85 milliónir krónur Londini komu við tann 10. oktober, tá danski uttanríkisráðharrin, Kristian Jensen, strikaði fyrivarnið, sum Danmark tók viðvíkjandi Føroyum og Grønlandi í 2003, tá Danmark góðkendi ískoytið. Løgtingið hevur samtykt, at ískoytið, sum skal verja børn móti at verða seld, móti skøkjulevnaði og porno, skal vera galdandi í Føroyum. Í einari hoyring hjá ST nevndini um barnarættindi í 2011 varð átalað, at Føroyar ikki høvdu tikið undir við hesum sáttmálaískoytinum. Sáttmálaískoytið áleggur londunum, sum eru við, at verja børn verða seld til millum annað skøkjulevnað og porno og at hjálpa børnum, sum hava verið fyri slíkum ágangi. Sjálvur Barnarættindasáttmálin hjá ST kom í gildi í Føroyum í 1993. Síðani eru komin tvey sjálvboðin ískoyti til sáttmálan. Annað er um rættindi hjá børnum í vápnaðum stríði. Tað kom í gildi í Føroyum í 2004. Hitt, sum er um handil, skøkjulevnað og porno, kom í gildi 10. oktober í ár. Tað sigur Sonja Jógvansdóttir við Starvsmannafelagið. Í vár fall eitt uppskot um hetta hjá Sonju Jógvansdóttur burtur í Løgtinginum. Uppskotið fekk fyrstu viðgerð. Tað varð viðgjørt í Fíggjarnevndini. Men tað fall burtur, tí tað var ikki komið aftur úr nevndini, tá tingið fór í summarfrí. Sonja Jógvansdóttir sigur nú, at hon hevur fingið lyfti frá samgonguni um, at uppskotið verður samtykt, so tað kemur í gildi 1. januar 2018. Sonja Jógvansdóttir sigur, at arbeiðsgevarar kunnu draga gjøld til yrkisfeløg frá í skatti, men arbeiðstakarar hava ikki sama rættin. Tað fer at kosta 10 til 15 milliónir krónur í mistari skattainntøku, um fakfelagslimir sleppa at draga limagjaldið frá í skatti. Ella, sagt við øðrum orðum, løntakarar fáa millum 10 og 15 milliónir í skattalætta. Sonja Jógvansdóttir er sinnað at seta loft í uppskotið, so ein upphædd, sum svarar til tvey prosent av eini arbeiðaraløn, 5.000 krónur, kann dragast frá í skattinum. FM sendarin hjá útvarpinum á Spáafelli er í løtuni óvirkin. Tískil hoyra fólk á Tvøroyri og suðureftir ikki útvarpið frá sendaranum. Fólk frá Føroya Tele, ið umsitur útvarps og sjónvarpsssendinetið hjá Kringvarpinum, eru í løtuni á veg upp á Spáafelli, har sendarin stendur. Í løtuni er ikki greitt, nær brekið á FM sendaranum á Spáafelli verður rættað, so fólk í syðru helvt í oynni aftur hoyra útvarpið á FM netinum. Kongafiskaveiðan í altjóða sjógvi í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum heldur fram í 2017, hóast Ísland vildi hava veiðibann á Rygginum í 2017 og 2018. Tað sama vil ICES. Men tað leggur Russland lítið í. Russland hevur ásett sína egnu kvotu, hon er 25.000 tons. Russland viðurkennir ikki stovnsmetingina hjá ICES. ES og Danmark mæla til avmarkaðan fiskiskap, tí Russland eigur ikki einsamalt at fiska kongafiskin í altjóða sjógvi á Rygginum millum Føroyar og Íslandi. Longu klokkan seks á morgni samlast ein rúgva av fólki til øðrvísi kropsliga venjing á Burn, ið húsast í einum stórum pakkhúsi á Sandvíkahjalla. Tey rulla dekk, draga ketur og mangt annað, sum vit ikki hava sæð áður í einari venjingarmiðstøð. Fólk eru væl nøgd, og Jákup Suni Berg, ið hevur Burn, sigur, at øll skulu kunna vera við, og tí skal tað vera so einfalt og ótekniskt sum gjørligt. Enn eru bøkur virðismiklar í skúlanum, tí tær hava ofta verið gjøgnum fleiri hendur, áðrenn tær koma til brúkaran, aftur ímóti lættisoppalestnaði á netinum, sigur Ólavur á Skipagøtu, varaskúlastjóri í Hoyvíkar skúla. Hann er í Bókamiðsøluni á Hjalla eftir bókum fyri skúlan. Elisabeth L. Joensen á Bókamiðsøluni sigur, at tey goyma yvir 700 plattar av bókum fyri forløg. Tvær tær størstu byggifyritøkurnar í landinum eru á Hjalla, Articon og J og K. Á stoypivirkinum hjá J og K stoypa teir fyrstu akkerspátuna til atløgubryggjuna á Gulanum, har grótbátarnir, sum fara at flyta grótið til havnaútbyggingina í Havn, skulu leggja at. Henda havnaútbygging er størsta verkætlan, sum ein føroysk byggifyritøka hevur gjørt, sigur Per Kallsberg, fíggjarleiðari hjá J og K. Kjartan Kristiansen, sum var býráðsskrivari í Havn tá Sandvíkahjalli bleiv vinnuøki, sigur, at fyri Tórshavnar kommunu kom økið á Hjalla ógviliga væl við. Dugni hevur stórt virksemi á Hjalla. Har eru millum annað træverkstaður, teldustova, matstova, har nógv fólk koma inn at eta, og endurnýtsluhandilin Tinghúsið, ið er eitt væl umtókt stað at fara at keypa bíligt og øðrvísi lutir, ið annars høvdu endað á brennistøðini. Á stóru Endurnýtlsuni hjá Brennistøðini á Hjalla koma einstakar leygardagar omanfyri 900 bilar við burturkasti, sum fólk sjálvi skilja í bingjurnar. Kári Skorá á Endurnýtsluni sigur, at sjálvt um tað nú eru 10 12 ár síðani Endurnýtslan við skiljingini kom, eru fólk ikki nóg røsk at skilja rætt bingjurnar. Men tað batnar. Ein nýggj og nosslig go kart breyt er á nýggjasta økinum á Hjalla, sum eitur uppi á Skarðshjalla. Smápartafelagið Sús leigar 5.000 fermetrar frá kommununi og teinurin er 600 metrar til longdar og er gjørdur við dekkum. Agnar Dahl sigur, at nú eru meira enn tveir mánaðir síðani breytin varð tikin í brúk og longu nú hava fólk frá nógvum arbeiðsplássum verið á breytini. Uttanríkisráðið sendi mánadagin út eina dagførda ferðavegleiðing. Vandin fyri yvirgangi í evropeiskum býum økist um høgtíðina, skrivar Ritzau. Eftirfarandi kunning gevur ábendingar um, at felagsskapir leggja yvirgangsætlanir til rættis í Evropa um høgtíðina, skrivar uttanríkisráðið í USA. Uttanríkisráðið heitir á amerikanarar, sum fara til Evropa á jólum, um at vísa varsemi, ferðast tey í støðum, har nógv fólk kunnu savnast. Amerikanskir ríkisborgarar skulu vera á varðhaldi, tí yvirgangsfólk kunnu leypa á við stuttum skotbrá, ljóðar í ferðavegleiðingini. Amerikanska uttanríkisráðið sendi út eina líknandi ávaring fyri einum ári síðani. Tá varð ávarað um at ferðast til Keypmannahavnar. Allir teir føroysku peningastovnarnir eru við í arbeiðinum at fáa MobilePay til Føroya. Skjótast gjørligt kann MobilePay brúkast í Føroyum. Konsertferðin hjá Konni Kass kring landið er byrjað. Síðsta vikuskiftið var spælt í sjónleikarhúsinum í Havn og tann næsta í røðini verður í Maggie s í Nólsoy í annaðkvøld, hóskvøldið. Hinar konsertirnar verða á Miðnámsskúlinanum í Hovi hósdagin 24. nov., Tøting í Gøtu fríggjadagin 25. november. Listastovuni í Miðvági leygardagin 26. november. Tónleikurin á debutútgávuni Haphe, er drivin av eini livandi og andríkari kvinnurødd, og spælir sær fínliga við ein heim av synthum og rúmdareffektum. Áhugin uttanlands fyri bólkinum er sjónskur, og framførslan á Spot Festival í rhus í mai 2016 úrslitaði í altjóða plátusáttmála og bókingaravtalum fyri Skandinavia og týskttalandi marknaðin Týskland, Sveis og Eysturríki. Í september spældi bólkurin fleiri væleydnaðar framførslur á Reeperbahn Festival í Hamburg, har tey eisini vóru tilnevnd til Anchor Award. Fyrst í november spældu tey á Iceland Airwaves í Reykjavík, og fyri framman stendur konsertferðin í Føroyum, umframt evropeisk konsertferð í Danmark og Týsklandi tíðliga í 2017. Í morgunsendingini greiddi Louise frá sínum fólkalívsfrøðiliga arbeiði, og so fortaldi hon eisini sínar hugsanir um føroyska samfelagið. Broytingarnar eru ikki lýstar enn. Ein orðing í einari lógargrein skal broytast fyrst. Og semja er ikki í Føroyum um, hvør eigur broytingina, føroyingar ella danir. Ivin um grein 14, annað stykki, í hjúnabandslógini liggur framvegis í buktini. Hjúnabandslógin, sum Løgtingið síðst í apríl samtykti at broyta til frama fyri samkynd, er tí ikki farin at virka enn. Nú hevur Løgmansskrivstovan spurt Forsætismálaráðið, um tey hava somu tulking sum Løgmansskivstovan. Hon er, at málsøkið er føroyskt og broytingin skal tí gerast við løgtingslóg. Almanna og innanríkismálaráðið í Danmark sigur, at tá hetta er avgreitt í Føroyum tí fólkakirkjan er yvirtikin verður fyriskipanin um hinar broytingarnar í hjúnabandslógini sett í gildi, soleiðis sum Løgtingið samtykti, og broytingarnar fara at virka. Men sambært frásøgn frá fundi 2.september í føroyska Heilsu og innlendismálaráðnum um broytingarnar í hjúnabandslógini er ikki semja í landsstýrinum um júst hasa broytingina, um føroyingar eiga hana ella danir. Danir og Løgmansskrivstovan siga, at málsøkið er yvirtikið. Mentamálaráðið sigur, at grein 14, annað stykki, í hjúnabandslógini er danskt málsøki, tí hjúnabandslógin er donsk. Broytingarnar í hjúnabandslógini koma ikki í gildi, fyrr enn grein 14, annað stykki, er broytt, so samkynd, sum eru borgaraliga gift, ikki kunnu biðja prest signa seg. Grein 14, annað stykki, í hjúnabandslógini sigur, at Ægtefæller kan f et ægteskab, som er indg et ved borgerlig vielse, kirkeligt velsignet af en præst i folkekirken. Løgmansskrivstovan spyr Forsætismálaráðið, um tað er samt við Almanna og innanríkismálaráðið, ið sigur, at tá Føroyar yvirtóku fólkakirkjuna í 2007, yvirtóku Føroyar lóggevandi og útinnandi valdið viðvíkjandi grein 14, øðrum stykki, í hjúnabandslógini. Hóskvøldið 24. november verða nýumvældu húsini hjá Katrinu Christiansen í Bringsnagøtu í Havn karmur um eitt nýtt tiltak, sum hevur fingið heitið Sjeystjørnur. Heitið hevur tilsipingar til William Heinesen, sum er føddur har í húsinum og skrivaði Tornið við heimsins enda á kvistinum á ovastu hædd, og til bókina Móðir sjeystjørna , sum snýr seg um kærleika av ymiskum slag. Fleiri stuttsøgusøvn eru givin út seinastu árini og aðalendamálið við tiltakinum er at varpa ljós á stuttsøgurnar og hartil leita aftur til gamla frásagnarsiðin, har vit tey myrku kvøldini savnast í stovuni inni at lurta eftir søgum. Stuttsøgurnar, ið verða at hoyra eru eftir Sólrún Michelsen, Hanus Kamban, Ingun Christensen, Sámal Soll, Oddvør Johansen, Arnbjørn Dalsgarð og Katrin Ottarsdóttir. Tey trý, ið fara at lesa søgurnar eru Gunnvá Zachariasen, Hans Tórgarð og Mariann Hansen. Tiltakið fer fram á øllum trimum ovastu hæddunum í húsunum, og á hvørjari hædd er ein upplesari, sum fortelur tvær til tríggjar stuttsøgur. Áhoyrararnir verða deildir upp, soleiðis at byrjað verður á øllum trimum hæddum í senn, og tá umleið ein hálvur tími er farin, flyta áhoyrararnir úr einari hædd í aðra at lurta eftir hinum søgunum. Á hvørjari hædd verður eisini ymiskt gómagott bjóðað sum part av atgongumerkinum. Sjeystjørnur er eisini ein upptakt til árligu Bókadagarnar í Norðurlandahúsinum, sum verða leygardagin og sunnudagin 26. 27. november. Tiltakið verður hóskvøldið 24. november kl. 20.00 og tað eru FarLit, Hafnia og Norðurlandahúsið, ið standa fyri tiltakinum og Tórshavnar Kommuna hevur stuðlað. 52 altjóða ferðamannaskip hava boðað frá, at tey koma á Havnina næsta ár, sigur Anfinn Hjelm, fíggjarleiðari hjá Tórshavnar havn. Tað eru 13 færri enn metárið í 2015, tá sólarmyrkingin setti sín serliga dám á talið. Í ár hava bara 39 skip verið á Havnini. Fleiri skip góvu avboð, tá nýggja grindalógin kom í gildi. Hon kravdi at øll, eisini ferðafólk, skuldu boða frá grind. Boða ferðafólkini ikki frá grind, er bótin 25.000 krónur. Fráboðanarskyldan fall ferðaskrivstovum fyri bróstið og fleiri valdu at avlýsa ferðirnar til Føroya. Tann gongdin er nú farin at venda, sigur Anfinn Hjelm, ið fegnast um framgongdina. Hann vísir kortini á, at summar ferðaskrivstovur enn nokta at koma til Føroya. Í øðrum brævi gremur kvinna seg, tí maðurin ikki bjóðar henni við, tá hann fer út at hugna sær við vinum, og so hugsar hann eisini for lítið um morgindagin og smáu børnini, tá hann ballast. Í triðja brævinum spyr ein mamma, um hon skal blanda seg, tá omma og abbi geva børnunum eftir hennara tykki ov nógv sukur. Í útvarpsstovuni sita Theresa Turidardóttir Kreutzmann, Malan Eyðunsdóttir og Andras Sólstein. Landsstýrismálanevndin hjá Løgtinginum hevur biðið Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, koma á fund við nevndina mánadagin í næstu viku. Nevndin viðger spurningin, um hon skal viðgera skuldsetingina hjá andstøðuni um Kristinu Háfoss fyri at halda upplýsingum um komandi Váðaráðið aftur fyri Fíggjarnevndini og Løgtinginum. Talan er millum annað um eitt bræv, sum Kristina Háfoss fekk frá danska vinnumálaráðharranum, Troels Lund Poulsen, men sum Fíggjarnevndin ikki fekk saman við lógaruppskotinum um Váðaráðið. Nevndin fekk tó brævið seinni. Landsstýrismálanevndin avgjørdi sjálv at fara í holt við málið. Landsstýrismálanevndin fekk eina rúgvu av tilfari frá Kristinu Háfoss og Fíggjarmálaráðnum um Váðaráðið. Skattaprosentið á Tvøroyri lækkar næsta ár 0,55 prosentstig, úr 22,45 niður í 21,9 prosent. Barnafrádrátturin verður hin sami sum undanfarin ár, 5.000 krónur. Inntøkur frá persónskatti verða í 2017 mettar til 55,1 millión krónur og inntøkur frá partafelagsskatti 1,5 milliónir krónur, til samans 56,6 milliónir krónur. Inntøkurnar hjá Tvøroyrar kommunu eru í 2017 mettar til til samans 73,3 milliónir krónur, íroknað afturbering til eldraøkið. Rakstrarútreiðslurnar eru mettar til 64,4 milliónir krónur. Avlopið í rakstrinum er sostatt 8,9 milliónir krónur. Íløgur skulu gerast fyri meira enn 16 milliónir krónur, og kommunan noyðist at læna 7,5 milliónir krónur. Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins, og Annita á Fríðriksmørk, forkvinna í tingbólkinum hjá Tjóðveldinum, kjakast í Degi og Viku í sjónvarpinum í kvøld. Landsverk metti, at Viðareiðistunnilin við vegum fór at kosta í minsta lagi 187 milliónir krónur , men løgtingið vildi ikki játta meira enn 162 milliónir. Henrik Old sigur, at nýtt asfaltlag má leggjast á tunnilsvegin í vár ella í summar, og hann hevur eina vón um at fáa pening til tað, nú fíggjarnevndin viðger fíggjarlógaruppskotið fyri 2017. Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, skilir ikki, hví Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu, noktar at senda Mentamálaráðnum eitt nýtt uppskot um skúlabygnað í kommununi. Nýggja havrannsóknarskipið er dagført eftir teimum krøvum, sum verða sett i dag. Annars er talan um sama skipið, sum var klárt at ggja í 2012. Tilboðini at smíða skipið skuku vera inni 13. desember, og byggikostnaðurin má sambært verklagslógini ikki fara upp um 215 milliónir krónur Orðafellið at hava tunguna mitt í munninum fekk ein heilt nýggjan týdning, tá danska flogvápnið herfyri gjørdi royndir við nýggju Seahawk tyrluni undir Føroyum. Sagt verður, at HPV virus kann elva til krabbamein í lívmóðurhálsinum. Men nógv skriving hevur verið um, at vaksinan hevur skaðilig hjáárin. Atløgusíðan er mett at kosta 1,479 milliónir krónur og bakkaverjan eina millión og 81.000 krónur Brævið er nú í Fíggjarnevndini hjá løgtinginum, sum viðger uppskotið um fíggjarlóg fyri 2017. Tá Mykines og Sørvágur løgdu saman í eina kommunu, vóru bygdarráðini bæði samd um at staðfesta serstøðuna hjá Mykinesi sum útoyggj. Kanningin varð gjørd í sambandi við, at Tórshavnar kommuna skuldi lata einum skúla teldlar, tí hann skuldi leggjast saman við øðrum skúla, har næmingarnir høvdu teldlar. Granskarar á Námsvísindadeildini hava gjørt eina eftirmeting av, hvussu og í hvønn mun teldlarnir vórðu brúktir, og hvørja ávirkan tað hevði á læring næminganna, skrivar Fróðskaparsetrið. Mentanarnevnd býráðsins fekk longu 24. oktober eina fyribilsfrágreiðing, men almenningurin má bíða til 15. desember, tá endaliga frágreiðingin verður løgd fram alment á Námsvísindadeildini á Frælsinum í Havn. Kanningin byggir á eina OECD frágreiðing frá 2015 um teldunýtslu og stóra spurnakanning, sum granskarar á Námsvísindadeildini gjørdu. Kanningin varð gjørd í samstarvi við Háskóla Islands í 2012 13 millum allar næmingar í Føroyum av starvshættum og hugburði til ymsu lærugreinarnar í fólkaskúlanum. Í lýsingum og marknaðarføring annars er loyvt at skriva upp til eina ávísa ferð, men kortini skal upp til ferðin vera tann, sum brúkarin vanliga kann vænta sær, sigur Brúkaraumboðið. Er ferðin minni onkra staðni í landinum, skal tað eisini upplýsast. Eisini eigur televeitarin at tilskila, um ávís ferð bara er galdandi fyri ávís hald ella telefonsløg. Sarah Mahfoud sigur, at hon als ikki hevði roknað við, at tað fór at ganga so væl. Nú er vónin, at góða gongdin heldur fram í finaluni fríggjadagin. Finalan í Vild med dans, ella Dansifrøi, sum heitið er á føroyskum, verður víst í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum fríggjakvøldið klokkan tíggju minuttir í níggju. Hóast SAS hevur selt ferðaseðlar til Føroya og úr Føroyum nú í ein góðan mánað, hevur flogfelagið ikki enn fingið loyvi at flúgva á føroyaleiðini. Danski flutningsmálaráðharrin fekk umsóknina eftir at fólk frá SAS høvdu verið í Føroyum og boðað frá, at SAS byrjaði at flúgva millum Keypmannahavn og Føroyar tann 26. mars næsta ár. Umsóknin er send Vinnumálaráðnum í Føroyum til ummælis. Vinnumálaráðið hevur ikki svarað enn. Danski ráðharrin gevur loyvi eftir tingingar við landsstýrið. Maðurin við stóru røddini og tiltiknu framførslunum varð borðin í heim 5. september 1946, og 24. november 1991 altso fyri 25 árum síðani í morgin legði hann árarnar inn, bara 45 ára gamal. Í kvøld verður Spaniastova í Klaksvík karmur um tiltakið Love of my live , har Eyðun Ásason við bólki fer at framføra kend Mercury hitt og Andras Sólstein fer at hugleiða um Freddie sum persón og tónleikara. Í morgun gav Andras okkum ein brellbita, har hann fortaldi um Freddie og Bohemian Rhapsody, sum er eitt av best kendu Queen hittunum. Samrøða við Margretu Næs, sum fekk Kærleilkskúluna 2016. Eisini tosa vit við Eyðun Av Reyni, ið hevur sniðgivið kúluna, og givið henni heitið Hjálpsemi er kærleiki . Margreta Næs fekk kærleikskúluna fyri sín leiklut í at gera føroyskar bøkur til ljóðbøkur. Ljóðbøkurnar eru ein stór hjálp hjá teimum, ið á ein ella annan hátt ikki klára so væl at lesa tekstbøkur. Glaskúlan er vakurt prýdd við trimum myndum, ið hava hvør sín sterka lit bláur grønur reyður. Myndirnar ímynda himmalin, vónina og kærleikan og eru ein arvur frá aldargomlu kristnu mentanini og bera í sær stóra styrki. Men størstur er kærleikin , ið gevur frælsi at liva lívið tengt at ábyrgd og skyldu mótvegis medmenniskjum okkara. Hjálpsemi mótvegis øðrum sameinir fólk kring heimin og skapar ringar í vatninum. Tað finst óeindalig styrki í hjálpsemi móti øðrum. Tað sambindur okkum sum menniskju og setur spor. Vælvild og hjálpsemi eru kærleiki. Góðgerðin í heiminum móti medmenniskjum í neyð broytir nútíðina og skapar eina vón fyri framtíðina. 2016 Eyðun av Reyni Margreta Næs 2015 Astri Luihn Smyril Line 2014 Astrid Andreasen Anna Karin Kjeld 2013 Edward Fuglø Brennistøðin á Hjalla, IRF 2012 Zacharias Heinesen Leila Solmunde 2011 Hansina Iversen Munin 2010 Sigrun Gunnarsdóttir Snorri Brend 2009 Tróndur Patursson Kemilux Onnur er frá SAS. Hin er frá skotska felagnum Loganair, sum ætlar at flúgva millum Aberdeen og Vágar, men bara um summarið. Hóast SAS hevur selt ferðaseðlar til Føroya og úr Føroyum nú í ein góðan mánað, hevur skandinaiska flogfelagið ikki enn fingið loyvi at flúgva á Føroyaleiðini. Danski flutningsmálaráðharrin fekk umsóknina eftir at fólk frá SAS høvdu verið í Føroyum og boðað frá, at SAS byrjaði at flúgva millum Keypmannahavn og Føroyar tann 26.mars næsta ár. Umsóknin er send Vinnumálaráðnum í Føroyum til ummælis. Vinnumálaráðið hevur ikki svarað enn. Hoyr samrøðuna við Poul Michelsen, landsstýrismann í vinnumálum. Eg haldi, at fólk skulu hava góðar vónir. Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, nú aðalorðaskifti verður í Løgtinginum um munandi ábøtur í føroyska heilsuverkinum. Pál Weihe, formaður í Læknafelag Føroya, segði við útvarpið týskvøldið, at heilsuverkinum tørvar 300 til 400 milliónir afturat til raksturin um vit skulu nærkast støðinum í Noreg og Danmark. Sirið Stenberg væntar, at tað fyri ein stóran part verður breið semja í Løgtinginum um ætlanirnar hjá samgonguni við heilsuverkinum. Fyrst í 2017 verður løgreglan í Vágum og í Norðoyggjum umskipað. Tað merkir, at talið á løgreglufólki í Vágum verður skert úr fýra niður í tvey, og at ongar náttarvaktir vera í Norðoyggjum mitt í viku. Nýliga eru fleiri bøkur útkomnar, har fólk skriva um síni privatu viðurskifti. Hvat er hetta fyri rák Og eiga serlig fyrilit at haldast í smáum samfeløgum 12. og 13. desember verður samráðst við Grønland, og tær samráðingarnar verða í Keypmannahavn. Fiskirættindasamráðingarnar við Noreg verða í Oslo 15. og 16. desember. Enn er ikki greitt, nær samráðingar verða millum Føroyar og Ísland, tí í løtuni verður samráðstt um nýggja stjórn í Íslandi. Kanska verða samráðingarnar við íslendingar fyrst í nýggja árinum. Føroyar hava fiskirættindaavtalur við allar hesar partar í ár, og Fiskimálaráðið sigur, at tað miðar eftir at gera nýggjar avtalur um fiskiveiðisamstarv fyri 2017. Sjúkrahúsverkið skal rinda ferða og uppihaldsútreiðslur fyri ein fylgjara hjá sjúklingi, sum verður sendur til viðgerðar og endurvenjingar uttanlands. Miðflokkurin hevur lagt uppskotið, sum hann legði fram í síðstu tingsetu, aftur fyri tingið. Uppskotið datt burtur, tí tað varð ikki liðugt viðgjørt, tá tingsetan endaði. Umleið 2200 sjúklingar verða sendir av landinum til viðgerðar uttanlands um árið. Í meðal fáa tveir triðingar játtaðan fylgjara, og kostnaðurin er millum seks og sjey milliónir krónur um árið. Fara øll at taka av tilboðnum um at vera fylgjari hjá sjúklingi, fer tað at kosta millum tríggjar og hálva fjórðu millión krónur aftrat, leysliga mett. Tað sigur Miðflokkurin í viðmerkingunum til uppskotið. Í kostnaðinum eru ferða og uppihaldsútreiðslur ta tíðina, fylgjarin er burtur. Í fleiri førum er kredittstýringin ikki nóg góð. Ratingin er ov bjartskygd, bankin heldur kundarnar vera fíggjarliga sterkari enn teir eru. Umsitingin av yvirtrekki í bankanum er ov trek. Tað sigur Fíggjareftirlitið, sum í august og september hevði eftirlit í Eik banka. Fíggjareftirlitið kannaði 32 stór lán, 220 onnur lán, sum blivu tilvildarliga vald, og øll lán, sum tey í nevndini og stjórnini hava. Fíggjareftirlitið kannaði váðan í 44 prosentum av útlánunum hjá Eik. Fíggjareftirlitið gav Eik boð um at seta av 5,1 millión krónur afturat móti møguligum tapi. Fíggjareftirlitið heftir seg eisini við, at nógv nýggj fólk eru nú í nevndini. Í gjár gavst forkvinnan í Vinstra grøna flokkinum, Katrin Jakobsdóttir, við royndum sínum at skipa stjórn, og forsetin er kunnaður um støðuna. Ætlanin var at skipa eina minnilutastjórn saman við nýggja flokkinum Viðreisn, sum skuldi fáa stuðul frá Samfylkingini, Piratunum og Bjartari framtíð. Vinstru grønu ætla at hækka skattin til tess at fíggja vælferðina og útbúgvingarmál í Íslandi, men Reuters skrivar, at tað hevur ikki eydnast flokkinum at fáa undirtøku fyri hesum kravi í hinum flokkunum. Tað er greitt, at allir flokkar eru ikki sannførdir um at halda fram við samráðingunum. Tí havi eg gjørt av at gevast, sigur Katrin Jakobsdóttir, sambært AFP tíðindastovuni. Eg haldi ikki, at grundarlag er fyri at taka samráðingarnar uppaftur, sigur Katrin Jakobsdóttir, ið hevur kunnað forsetan um støðuna, men í løtuni er ikki greitt, hvussu leikur fer. Áðrenn forkvinnuni í Vinstra grøna flokkinum varð litið upp í hendur at skipa stjórn, royndi Bjarni Benediktsson, formaður í Sjálfstæðisflokkinum, seg sum samráðingarleiðara. Men noyddist eisini at geva skarvin yvir, tí flokkarnir, hann samráddist við, vóru ósamdir millum annað um fiskivinnupolitikkin og viðurskiftini mótvegis ES. Bygnaðarbroytingarnar hjá løgregluni eru neyðugur fyri at fáa sum mest burtur úr arbeiðsorkuni, sigur Niels Erik Nymark Jensen, løgregluovasti í Føroyum. Tórbjørn Jacobsen, fólkatingsmaður, spyr løgmálaráðharran, um at hann heldur tað vera í lagi, at løgreglumanningin í Vágum verður skorin niður í helvt, og at eingin náttarvakt skal vera á løgreglustøðini í Klaksvík. Hetta elvir til ótryggleika í lokalsamfelagnum, sigur Tórbjørn Jacobsen. Hann vísir á, at seinastu árini er løgreglan miðsavnað, og tað hevur havt við sær, at eingin løgregla er longur í Eysturoynni. Sambært ætlanini, sum nú er løgd fram, eru tekin um, at eingin løgregla skal vera í økjunum norðanfyri, eystanfyri og vestanfyri Havnina. Niels Erik Nymark Jensen, løgregluovasti, segði við útvarpið í gjárkvøldið, at bygnaðarbroytingarnar eru neyðugur fyri at fáa sum mest burtur úr arbeiðsorkuni. Broytingarnar bera millum annað í sær, at tvey løgreglufólk verða flutt úr Vágum til Havnar at arbeiða. Men vágafólk verða kortini ikki slept upp á fjall, sigur løgregluovastin. Í Norðoyggjum fara løgreglufólk úr Havn eisini at sita vakt um náttina, men talan verður kortini ikki um at niðurleggja løgreglustøðina í Klaksvík um náttina. Meðan fyrst og fremst alilaksur og eisini uppsjóvarfiskur viga mest í føroyska útflutningunum nú, er botnfiskurin, sum eina ferð var álitið, minkaður nógv. Sambært tølum um útflutningin til 1. oktober, útfluttu Føroyar botnfisk sum tosk, hýsu og upsa, fyri 836 milliónir krónur, sum eru ein fjórðingur minni enn í fjør. Tonsini eru meira enn 7.000 færri í ár, 19 prosent færri enn í fjør. Minni toskur og upsi eru útflutt í ár. Hagstovan ger tó vart við, at okkurt kann vera flutt í bólkin, sum eitur annar fiskur. 1. januar í ár kom nýggj vøruskrá í gildi. Nøkur fiskasløg, sum fyrr vóru skrásett undir egnum navni, verða nú skrásett sum onnur fiskasløg. Ætlanin er at flúgva tvær ferðir um vikuna, fríggjadag og sunnudag, til september. Ferðaseðilin kostar frá 85 pundum, sum eru 735 krónur, annan vegin. Flogfarið, eitt Saab 2000 við 50 stólum, byrjar og endar ferðina í Hetlandi. Tað fer úr Sumburgh til Aberdeen og haðani til Vágar. Kári Árting vitjar morgunsendingina. Hann greiðir frá bókadøgunum, sum vera í Norðurlandahúsinum um vikuskiftið. Eisini spyrja vit hann um pappírsbøkurnar enn eru líka væl umtóktar, ella um onnur sløg av bókum, so sum ljóðbøkur i bøkur og e bøkur, taka yvir. Skráin fyri bókadagarnar kann síggjast á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum. Philip Hammond, fíggjarmálaráðharri, segði í gjár, at vøksturin í bruttotjóðarúrtøkuni í 2017 verður 1,4 prosent. Metingarnar í mars søgdu, at vøksturin fór at verða 2,2 prosent. Um Landsjúkrahúsið fær ta játtanina, sum nú er sett av í fíggjarlógaruppskotinum 2017, so mugu sparingar gerast fyri 16 milliónir krónur komandi ár. Í gjár læt upp forvitnislig framsýning við Hinsinu Iversen í Miðstovuni í Leikalund í Klaksvík. Rani Nolsøe spældi og sang nøkur løg og Dávur Winther, formaður í Norðoya Listafelag segði nøkur orð í sambandi við at framsýningin varð sett kl 15 í gjár. Framsýningin hongur upp til 11. desember. 10. desember, tá ið tunnilsdagur er, spæla Danny and the Veetos í Spaniastovu. Brot úr tí, sum Dávur segði Tú leitar tær út í heim at nema tær listarligan kunnleika fert til Ísland, har víkkingalyndið gevur rúm fyri víðum kørmum. Heldur fram til Finnlands, sum vit ofta binda við tað meiri skipaða, ástøðiliga og kanska heldur stíva og stirvna. Men ástøðin er umráðandi Tú gerst master í list ein holl útbúgving yvir 8 ár, sum byrjar í Íslandi 1989 og endar í Finnlandi í 1997. Tú ert í útlondum leitar og granskar, mennist og sýnir fram ymsarstaðir. Fær eisini spennandi uppgávur her heima, so sum at prýða skrivstovupartin av tinghúsinum. Tú ert tí egin. Myndirnar kunnu vera samansettar við fleiri flatum og sniðum, sum bylgjast aftur og fram í myndahválvinum. Tær kunnu vera voluminøsar og minimalistiskar alt um somu leið. Tær kunnu vera goysandi í litspæli ella kvirrar í sínum einsliga littóna. Tær leita út í tað abstrakta ella kubistiska sniðið og eru oftast nonfigrativar. Tað ytra eyga sær okkurt ávíst og til ber eisini at síggja í pørtum. Men tað innara eygað rúmar meir, og her haldi eg, tú oftani biður okkum leita, fyri betur at kunna skilja ella betur at kunna fáa ró ella bert lata hugin reika. Tí betur ert tú komin aftur á heimabeitið. Hetta ríkar listalívið her heima, og ert tú við tínum royndum og útbúgving úti í heimi við til nøra um ta keldu, sum so mong listafólk her heima hava gott av, at væta varrar sína við. Hjartaliga vælkomin til Klaksvíkar, Hansina Fggjarliga fer tað at bera til hjá kommununi at gera íløgur fyri 13 milliónir krónur, heldur borgarstjórin í Sjóvar kommunu, Artur Johansen. Mín grái Fordur er ein av teimum heilt kendu føroysku sangunum. Ónavngivni eg persónurin, sum ein frídag setur seg í ivasama gráa fordin og koyrir biltúr av Oyri til Eiðis, Oyndarfjørð og Hellurnar er vorðin fólkaogn, og um eina løtu leita vit eftir søguni um sangin saman við Niels Midjord. Tiltakið, sum er frá 24. til 27. november, verður nevnt Livandi Tilfeingi handverk og list og er liður í verkætlanini conomus e, eitt upprunaligt kanadiskt konsept. Í Perluni og Reinsarínumverður verður ljós varpað á handverkið. Livandi verkstøð, har millum annað dreyibonkur, essa, seymimaskina, handamboð og annað verða víst í verki. Tey handverk, ið eru við í verkætlanini í løtuni, eru jarn , træ og grótsmiðja, tónleikur og bátasmíð og spinnarí. Annað handverk og list verður eisini umboðað á tiltakinum í Perluni og Reinsarínum, eitt nú ølbrygging, leður , klædna , skinn og glasarbeið. Tiltakið er alment og umframt tey livandi verkstøðini verða tónleikaframførslur, søgur fyri børn, frásøgur og conomus e cafe og rabarbubarr. Yvirlit yvir val, ið hava verið løgd út á heimasíðuna hjá Kringvarpinum gjøgnum tíðina. Úrslitini eru í høvuðsheitum løgd út soleiðis sum skipanirnar hava gjørt tey tá, tvs. einkultu úrslitini síggja eitt sindur ymisk út. Um tú dettir um okkurt, ið átti at havt verið gjørt øðrvísi, send eini boð til KT kvf.fo . Løgtingsval Løgtingsval 31. august 2019 Løgtingsval 1. september 2015 Løgtingsval 29. oktober 2011 Løgtingsval 19. januar 2008 Løgtingsval 20. januar 2004 Løgtingsval 30. apríl 2002 Løgtingsval 30. apríl 1998 Fólkatingsval Fólkatingsval 5. juni 2019 Fólkatingsval 18. juni 2015 Fólkatingsval 15. september 2011 Fólkatingsval 13. november 2007 Fólkatingsval 8. februar 2005 Fólkatingsval 20. november 2001 Kommunuval Kommunuval 10. november 2020 Kommunuval 8. november 2016. Nortið verður við spurningin at ummæla bókmentir í breiðum bókmentakjaki. Carl Jóhan Jensen, Kinna Poulsen, Dorrit Hansen og Bergur D. Hansen sita kring borðið. Sangleikurin Feitar tíðir er til umrøðu. Gunnvá Zachariassen og Jensina Olsen meta um leikin. Farið verður eisini á listaframsýning hjá Hansinu Iversen í Spaniastovu. Vit hoyra Dansifelagið í Havn kvøða. Martin Tórgarð skipar Dronning Dagmar. Niels á Velbastað skipar Spanialand og Mykleg rd. Og Høgni Mohr skipar Brynhildartátt. Her á heimasíðuni kvøða tey Brynhildartátt á tamb. Eik banki hevur fingið boð frá danska Fíggjareftirlitinum at gera sjálvseftirmeting av nevndini hjá bankanum. Tað stendur í nýggjastu frágreiðingini frá Fíggjareftirlitinum av Eik banka. Orsøkin til boðini er, at stór útskifting hevur verið í Eik nevndini í 2015 og 2016. Eik banki hevur longu sent Fíggjareftirlitinum eftirmetingina, sigur Arni Brattaberg, formaður í TF Holding, sum eigur Eik banka. Í táttinum Nálareygað royna seg spildurnýggju sangirnir Fading Lovehearts við Katrin á Borg, Meyra við Glóð og Swangah og Royk meðan tú kann við Jákup Eli seg. Tað var ongin slingur i valsinum, tá oddaliðið í meistaradeildini hjá monnum, Fleyr, týsdagin vann ein tryggan 3 0 sigur á Mjølnir. Loganair, sum skal flúgva millum Føroya og Aberdeen næsta ár, fer at flúgva undir somu treytum sum Atlantic Airways, ið longu hevur rutur til ávís ferðamál partar av árinum. Tað sigur Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn. SEV er fyri hvøssum atfinningum frá Føroya Náttúru og Umhvørvisfelag, nú ætlanin er at brúka 700 milliónir upp á at víðka um orkuverkið á Sundi. Í síðstu viku legði privata virkið RØKT fram ætlan um at byggja eitt vatnorkuverk, sum skal kunna gera Føroyar 100 prosent grønar. Stjórin í RØKT segði við Dag og viku í síðstu viku, at byggja tey vatnorkuverk í Vestmanna, verður so mikið av grønari orku framleidd, at SEV kann sleppa undan at víðka um tungoljurikna Sundsverkið. Men tann loysnin kann ikki brúkast, tí vit hava ikki nóg nógv regn og vind á sumri til at sleppa undan tungólju, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV. Talan er um eina verkætlan, ið eisini er partur av einum samstarvi millum lond um at gera siðbunið handverk til eitt tilboð í ferðavinnuni, har ferðafólk eisini kunnu síggja sjálva tilvirkingina. Øktu rakstrarútreiðslurnar koma frá yvirtikna eldraøkinum, bussleiðini og dagstovnaøkinum, har størri ansingartørvur hevur við sær nakrar miljónir krónur í øktum útreiðslum. Tað kostar 186 milliónir at reka kommununa, sambært fíggjarætlanini. Borgarstjórin Jógvan Skorheim vardi øktu rakstrarútreiðslurnar á fundinum í gjárkvøldið. Týdningurin av antibiotika í sjúkuviðgerð kann ikki yvirmetast, men hóttanin móti tí er ørkymlandi stór. Ein stór orsøk er, at oyðslað verður við antibiotika í altjóða kjøtframleiðslu. Ovurnýtslan av antibiotika í kjøtframleiðsluni er eitt slag av neyðtøku av størsta undrinum innan heiligvág, sigur, Bj rn Olsen, professari. Eingi neyv samlað tøl finnast, men mett verður, at eini 60 70 prosent av øllum antibiotika, sum verður brúkt í heiminum, verður brúkt í landbúnaði og kjøtframleiðslu. Her og nú er tað ein bíligur háttur av vaksa um framleiðsluna, men í longdini er prísurin alt ov høgur, sigur Bj rn Olsen, professari á lærdaháskúlanum í Uppsala. Í einum framleiðsluumhvørvi við nógvum antibiotika, fáa vit mótstøðuførar bakteriur, og bara tær yvirliva og spjaða seg. Og í altjóðagjørda heiminum í dag, so verður lokalur trupulleiki við mótstøðuføri skjótt til altjóða trupulleika. Sambært SVT verður í dag mett, at eini 700.000 fólk doyggja árliga sum avleiðing av mótstøðuføri móti antibiotika. Verður gongdin sum higartil, verður hetta talið 10 milliónir í 2050. Tað eru fleiri lív enn krabbamein og diabetes krevja til samans. Bj rn Olsen, professari, sigur, at støðan er so álvarslig, at vit eiga at seta fullkomið bann fyri antibiotika í kjøtframleiðslu og landbúnaði. Antibiotika er úrvalsheilivágur fyri eittans dýr í heiminum, og tað er fyri menniskjuna. Og tað skal brúkast til tey veikastu menniskjuni, tey, sum veruliga hava tørv á tí. Annars fer alt av hundanum til, sigur hann við SVT. Í áravís hava Russland og Japan stríðst um ræðið á einum oyggjabólki har vesturi í Kyrrahavinum, og nú harmast japanski forsætisráðharrin um, at Russland hevur sett upp rakettir í oyggjunum har. Shinzo Abe, forsætisráðharri, hevur sambært Reuters sagt við yvirhúsið, at tær fýra oyggjarnar, talan er um, eru japanskt landaøki, og at tað ikki er í lagi, at russar hava sett rakettir upp har. Ósemjan um ræðisrættin til oyggjarnar er umleið 70 ára gomul, og er eisini grundin til, at Japan og Russland ikki enn hava undirskrivað friðarskjal um, at Seinna heimskríggj formliga er av. Hvussu søgugongdin víðari var við hesum skriftrullum. Hvør skrivaði tær og hví og hvussu sá hetta samfelagið út í Qumran við Deyðahavið í Ísrael. Fyrrverandi bretski forsætisráðharrin, John Major sigur, at tað er sakligt høvi at halda enn eina fólkaatkvøðu í Bretlandi um Brexit, og at fólk, sum atkvøddu fyri at vera verandi í ES, eiga ikki at knúskast av meirlutanum. The Guardian endurgevur John Major fyri at siga, at fólk eiga at verða hoyrd í orðaskiftinum um, hvussu Bretland ætlar at melda seg úr ES limaskapinum. Greinin heldur fram niðanfyri. Fyrrverandi konservativi forsætisráðharrin heldur, at tey 48 prosentini, sum valdu at siga ja til ES, eiga at fáa ávirkan á treytirnar í skilnaðaravtaluni við Brússel. Hann heldur, at parlamentið og ikki bretska stjórnin, eigur endaligu avgerðina um nýggja avtalu við eftirverandi limirnar í ES, og at fullgóð og saklig grund er fyri at halda eina fólkaatkvøðu afturat um hesa avtaluna, skrivar The Guardian. Sørvágs kommuna vil hava pening frá landinum at betra um atløgusíðuna og gera bakkaverju í Mykinesi. Tað sæst í skrivi, sum Fíggjarnevndin í Løgtinginum hevur fingið frá kommununi. Ein kostnaðarmeting, Sørvágs kommuna hevur fingið, vísir, at tað fer at kosta umleið 1,5 milliónir krónur at gera atløgusíðu og 80.000 krónur at gera bakkaverju. Hoyr samrøðuna við Suna Jacobsen, borgarstjóra í Sørvágs kommunu. Fakta og sannleiki verða trokað til viks av kenslum og sannføring, og hetta postfaktuella slørið er longu um at gerast ein tann týdningarmesta lýsingin av okkara tíð. Kjarnufamiljan, skyldukensla pliktkensla og siðir eru summi av hugtøkunum sum kunnu lýsa samfelagið fyri 100 árum síðan og longur aftru enn tað. At konurnar vóru heimagangandi og menninir passaðu arbeiðið og væntaðu at døgurðin stóð á borðinum eftir arbeiðstíð var veruleiki fyrr. Og eisini hevði húsarhaldið nógv fastari rammur enn í dag. Ymisktleikin, opinleikin og sjálvrealisering eyðkenna samfelagið í dag. Fólkið gongur í størri mun eftir egnum vilja og ynskjum, men er hetta bara gott Ella kunnu vit enn brúka gomlu siðirnar í dagsins samfelag 98 ár eru liðin síðan Emma Gad gav bókina Takt og Tone Hvordan vi omg rs út. Bókin nertur við tátíðar viðurskifti um hvussu menniskju skulu uppføra seg í ymsum støðum. Summar siðir hava vit enn, og annað kemur ikki uppá tal í dag. Reiðarin, skiparin og stýrmaðurin, sum vóru ákærdir fyri brot á lógina um trygd á sjónum umborð á Anitu, vórðu dømdir sekir og allir tríggir fáa bót. Ákæruvaldið vildi hava fongsulrevsing, men tað var Føroya rættur ikki samdur við ákæraranum í. Føroya rættur hevur dømt skiparan og stýrmannin bót uppá ávikavist 40.000 og 10.000 krónur. Bara um teir ikki rinda bótina skulu teir í fongsul í ávikavist 20 og 10 dagar. Reiðarin á Anitu, Søren Christiansen, varð dømdur at rinda størstu bótina, 120.000 krónur. Málið móti reiðaranum, skiparanum og stýrimanninum byrjaði fyri skjótt trimum árum síðani, í februar mánað í 2014, tá garnaskipið, Anita, var á fiskiskapi. Hóast Løgtingsins umboðsmaður staðfesti grundleggjandi feilir, tá leiðari skuldi setast fyri Økistænstuna í Sandoynni, so gera landsstýriskvinnan í kommunumálum og Kommunala eftirlitið ikki meira við málið. Talan er um eina rættuliga hvassa niðurstøðu frá Løgtingsins umboðsmanni um setanina av leiðara fyri økistænastuna í Sandoynni, har umboðsmaðurin staðfesti álvarslig brek við setanini. Einki skrivligt tilfar lýsir setanartilgongdina ella setanaravgerðina, eftirfylgjandi frágreiðingin er ikki nøktandi, segði Umboðsmaðurin millum annað, og bað stýrið fyri Økistænastuna í Sandoyar sýslu um at taka málið til nýggja viðgerð . Umboðsmaðurin sendi eisini landsstýriskvinnuni í kommunumálum niðurstøðuna í heyst. Men landsstýriskvinnan fær onki gjørt, tí ongin lógarheimild er. Í brævi til Løgtingsins umboðsmann skrivar Innlendismálaráðið, at kommunstýrislógin ikki fevnir um kommunalt samstarv, sum er ásett í aðrari lóggávu. Lógin um kommunalu samstørvini ásetir onki um eftirlitsheimildir hjá kommunala eftirlitinum og tí hevur landsstýriskvinnan í kommunmálum ikki somu heimildir fyri hesum samstørvunum, sum fyri kommununm. Vit kunnu ikki áleggja stýrinum dagbøtur. Vit hava ikki lógarheimild til tað, sigur Hilmar Høgenni, deildarstjóri á Kommunala eftirlitinum, við útvarpið. Landsstýriskvinnan fer at leggja uppskot fyri Løgtingið, fyri at broyta lógina, so landsstýrisfólkið fær somu heimildir at seta tiltøk í verk móti kommunalu samstørvunum innan eldraøkið, sum móti kommunustýrunum. Tað, sum verður kallað vørusøla til almennar stovnar, virksemi og verkætlanir, hevur givið Heilsufrøðiligu starvsstovuni 7,8 milliónir krónur í kassan 10 teir fyrstu mánaðirnar í ár, sæst í einum undirskjali til fíggjarlógaruppskotið fyri 2017. Góðkenningar í sambandi við útflutning góvu 3,5 millión krónur, eftirlit í sambandi við handilssambandið, ið Føroyar hava við Russland, góða millión krónur, og inntøkur frá eftirliti av dálkingarevnum í laksi 2,1 millión. Kommunurnar gjalda Heilsufrøðiligu starvsstovuni 1,6 millión krónur fyri vørur og tænastuveitingar. Kundarnir hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni eru bæði innan tað almenna og privata, so sum í fiski og alivinnuni. Dimmalætting skrivar, at felagið fyri føroyskar krígsveteranar skal stovnast í februar, og at stigið er tikið, so tilboð frá donsku Veteranmiðstøðini betri røkka veteranum og familjum teirra her í Føroyum. Vit fimtan, sum møttu á fundi, gjørdu av at hava stovnandi fundin í februar, sigur Ottar í Funningsstovu, sum er fyrrverandi ST hermaður í Bosnia við Dimmalætting. Danskir myndugleikar hava ásannað, at fleiri veteranar eru í Føroyum, sum hava gjørt tænastu fyri danska herin, og at hesir eru ein útsettur bólkur, sum hava tørv á tilboðum, sum kunnu hjálpa teimum at fáa sivilan gerandisdag aftur eftir lokna tænastu. Ber til hjá einum landsstýrismanni at avgera um dreymurin hjá versoninum um nýggja flogrutu gerst veruleiki Og er støðan so álvarsom hjá monnum, at brúk er fyri einum serstøkum mannadegi Tað sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, nú eykaaðalfundurin í orkufelagsskapinum hevur samtykt at gera íløgur fyri ikki minni enn 728 milliónir krónur næsta ár. Av samlaðu íløgunum skulu 470 milliónir brúkast til Sundsverkið, ið skal kunna framleiða streym í 2019. Sambært fíggjarætlanini hjá SEV fyri 2017, verða 67 milliónir krónur í avlopi næsta ár. Tá er príslækkingin, fimm oyru fyri kWh, íroknað. Í ár hevur SEV 106 milliónir í avlopi. Leikurin er heldur gjørdur til tey, sum vóru fødd í 80 unum enn 0 arar, sigur Heini Ronnason av Heygum, leikari. Hóast leikurin gongur fyri í 80 unum, so metir hann, at hann megnar at kenna seg aftur í sínum leikluti. Hóast tilgongdin er long, so megna leikararnir at hugna sær væl, heldur leikstjórin Jákup Veyhe. Hann er sannførdur um, at øll kunnu kenna seg aftur í leikinum, hóast hann gongur fyri seg í 80 unum. Vit fóru aftur um leiktjøldrini at práta við leikararnar, ið spæla Feitar tíðir. Tey greiða frá, hvussu fyrireikingin gongur fyri seg áðren sýning. Hesa ferð fara vit aftur um leiktjøldrini at práta við leikarar og práta eisini við áskoðarar um sangleikin. Tilgongdin er long, og sambondini eru tøtt. Men at spæla sjónleik fer við nógvari tíð, hoyr hvussu leikstjórin og leikarar fáa endarnir at hanga saman. Kári P. Højgaard, tingmaður fyri Nýggja Sjávlstýri hevur sett løgmanni fyrispurning um uppruddingina í Føroyingahavnini í Grønlandi. Aksel V. Johannesen, løgmaður, segði fyrr í ár, at tilgongdin at rudda upp í Føroyingahavnini er byrjað, og samstarv er við grønlendskar myndugleikar um málið. Kári P. Højgaard spyr, hvat uppruddingin kostar, um føroysk arbeiðsmegi verður nýtt, og nær væntast kann, at tað verður liðugt at rudda. Hann vísir á, at síðani løgmaður kom við síni fráboðan fyri sjey mánaðum síðani, hevur tøgn valdað, og eingin peningur er markaður á fíggjarlógini næsta ár til arbeiðið. Ein orsøk er, at Taks er vorðið málrættað, og tað gongur væl at fáa peningin inn, verður sagt í skrivinum til fíggjarnevndina hjá Løgtinginum. Ein maður fekk bót eftir politiviðtøkuni fyri at órógva politiarbeiðið, og vildi ikki fara av staðnum, tá løgreglan bað hann um tað. Í fjør vakti tað ans, at ikki minni enn 60 prosent av allari orkuframleiðsluni hjá SEV kom frá grønum orkukeldum tað eru frá vatni og vindi. Men í ár hava motorarnir koyrt munandi meira enn í fjør. Á eykaaðalfundinum hjá SEV í gjár varð upplýst, at grøna orkan í ár neyvan verður meira enn 51 ella 52 prosent av samlaðu framleiðsluni. Av tí at føroyska samfelagið í síni heild brúkar meira streym, so hevði SEV rokna við at brúka okkurt um 3000 tons meira av tungolju í ár, sammett við í fjør. Men heldur ikki tær framskrivingar vísa seg at halda. Sambært nýggjast framrokningunum skulu 1500 tons leggjast omaná afturat. Tí roknar SEV við at brenna 31.500 tons av tungolju í ár. Sambært framrokningunum roknar SEV við at brenna smá 33.000 tons av tungolju næsta ár. Orsøkin til vøksturin er, sambært SEV, at el framleiðslan væntandi veksur 2,4 prosent. SEV valdi longu í januar í ár at prístryggja oljuna. Tí kostar oljan SEV 48 milliónir krónur. Tað eru 30 milliónir minni enn roknað varð við í fíggjarætlanini fyri 2016. Kæru kubanar, tað er við sorg í hjarta, at eg skal boða okkara fólki, okkara vinum í Amerika og kring allan heim, at í dag, 25.november klokkan 22 29, er oddamaðurin í kubansku kollveltingini, Fidel Castro Ruz, deyður. Soleiðis ljóðaði tað í almenna kubanska sjónvarpinum í gjárkvøldi, tá bróðir Fidel Castro Raul Castro sum nú er forseti á Cuba, bar tjóðini deyðsboðini. Seinast í fimmtiárunum stóð Fidel Castro á odda fyri tí kollvelting, sum broytti Cuba til eitt kommunistiskt samfelag. Eftir guerillakríggj í fleiri ár eydnaðist tað Fidel Castro og hansara fólki at taka valdið á Kuba, 1. januar í 1959. Fidel Castro sat sum forseti í samfull 46 ár, líka til 2008, tá heilsan fór somikið at bila, at hann kendi seg noyddan at lata valdið víðari til yngra bróðurin, Raul. Síðstu árini var Fidel Castro lítið at síggja alment, men á landsfundinum hjá kubanska kommunistaflokkinum í vár helt hann røðu, har hann enn einaferð vardi kommunistisku hugsjónina. Nógv bendir á, at øll nevndin í SEV verður skift út á komandi fundi. Orsøkin er í stuttum at finna í úrslitinum av kommunuvalinum og tí kommunal politisku telving, sum er farin fram síðani. Tað er sera óheppið og kann í ringasta føri skaða orkufelagsskapin, sum stendur fyri stórum útbyggingum, heldur Jákup Suni Lauritsen, nevndarformaður. Fráfarandi nevndarformaðurin mælir politikarunum til at koma við einari skipan, sum tryggjar kontinuitet samanhang í nevndararbeiðið hjá SEV. Eykaaðalfundurin í gjár var eitt vegamót hjá nevndini í SEV. Flestu teirra møguliga øll skulu nú til at rigga av sum nevndarlimir. Sjálvur fall Jákup Suni Lauritsen á kommunuvalinum í Sørvági. Aðrastaðni ger kommunal politiska telvingin eftir kommunalvalið, at onnur enn verandi umboð fyri einstøku økini yvirtaka sessirnar. Endaliga svarið fæst ikki fyrr enn á komandi nevndarfundi í februar men alt bendir also á, at allir sjey nevndarlimir verða skiftir út í senn. Á eykaaðalfundinum í gjár vóru rakstrar , fíggjar og íløguætlanin hjá SEV fyri 2017 samtykt. Har stendur millum annað, at SEV næsta ár skal gera íløgur fyri 728 milliónir, bara næsta ár umframt íløgur fyri aðrar 150 til 300 milliónir um árið, næstu árini. Eisini hevur nevndin fingið heimild at læna upp til 1,67 milliardir krónur. Hetta eru viðurskifti, sum fráfarandi nevnd hevur arbeitt við men sum ein spildurnýggj nevnd nú skal lofta. Ein millión krónur koma at mangla í hjá Suðuroyar Sjúkrahúsi, um játtanin verður tað, ið stendur í fíggjarlógaruppskotinum fyri komandi ár, sæst í skrivi frá Heilsumálaráðnum til Fíggjarnevndina hjá Løgtinginum. Suðuroyar sjúkrahús hevur greitt frá, at viðvíkjandi játtanini fyri 2017 verður neyðugt at sparingar verða framdar fyri eina millión krónur. Leiðslan á sjúkrahúsinum arbeiðir við at finna fram til, hvussu hetta kann verða gjørt, men metir longu nú at neyðugt verður at finna hesar innan lønarkarmin, stendur í skrivinum frá Heilsumálaráðnum til Fíggjarnevndina. Ronnie Midjord, stjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi, sigur við útvarpið, at talan verður ikki um uppsagnir, men at talan verður um náttúrliga frágongd av starvsfólki, og at aðrar sparingar eisini verða gjørdar. Ruth Vang, forkvinna, í fíggjarnevndini hjá Løgtinginum visti, at peningur fór at mangla í hjá Landssjúkrahúsinum komandi ár, men at talan er um 16 milliónir krónur kemur óvart á forkvinnuna í fíggjarnevndini Petur Sigurd Rasmussen var á liðnum, tá Føroyar spældu sín fyrsta hondbóltslandsdyst ímóti Íslandi í 1964. Føroyingar lógu á odda eftir fyrra halvleik. Petur Sigurd var farin av 40, tá hann gavst í topphondbólti. Sum lærari fekk hann starv í Fuglafirði í 1958 og undirvísti í framhaldsdeildini. Har var hann uppi í ÍF. Í 1961 kom hann til Havnar og varð skjótt varaskúlastjóri og leiðari fyri realdeildini í kommunuskúlanum. Petur Sigurd hevur eisini spælt flogbólt og bridge. Bæði í hondbólti og fótbólti hevur hann verið venjari hjá feløgum og landsliðum. Landsstýrismálanevndin kannar í løtuni, um hon skal taka upp mál móti Kristinu Háfoss, í samband við viðgerðina av málinum um eitt føroyskt váðaráð. Andstøðan vil verða við, at landsstýriskvinnan hevur hildið upplýsingum um komandi Váðaráðið aftur fyri Fíggjarnevndini og Løgtinginum. Landsstýrismálanevndin hevur fingið skjøl í málinum, men vil fegin seta landsstýriskvinnuni nakrar fyrispurningar, áðrenn nevndin ger av, um hon tekur málið upp ella ikki. Serstakliga stillar Hjálparlæknaráðið seg spyrjandi viðvíkjandi ætlanini um at skerja í hjálparlæknastørvum, stendur í skrivinum. Vit hava trupulleikar við at fáa læknar hendan veg, og sum er nú, arbeiða nærum allir okkara limir meira enn fulla tíð, skrivar Hjalparlæknaráð Føroya. Spurningarnir í dag snúgva seg um, hvørt tað er rættvíst fyri børn, at munur er á barnapengum, um kongaríkir á arbeiðsplássinum og um hvørt man skal kanna sínar ílegur áðrenn man fær børn, um illgruni er um arvaliga sjúku. Umskipaða danska stjórnin sigur í samgonguskjalinum, at hon ætlar at taka Føroyar og Grønland við uppá ráð í viðurskifti, ið hava føroyskan ella grønlendskan áhuga. Eisini sigur stjórnin seg vilja hava tættan dialog við Føroyar og Grønland um Brexit, og sigur seg leggja dent á, at atlit verða tikin til áhugamálini hjá øllum ríkinum í samráðingunum. Tá tað ræður um artisk viðurskifti, sigur stjórnin í samgonguskjalinum. Vit hoyra nýggjan countrytónleik og leita aftur til 1991. Tvær nýggjari útgávur eru eisini á skránni. Lagt til rættis Petur Rouch. Í kvøld hoyra vit millum anna Rosa P Bal við Harry Brandelius og føroyska bólkin Tetra við Trønderbrura . Lagt til rættis Hanna og Terji Jakobsen. Í dag hoyra vit millum annað Nordika eftir Sunleif Rasmussen og tónleik í sambandi við, at tað er fyrsti sunnudagur í advent. Lagt til rættis Petur Hentze Niclasen. Í sendingini hoyra vit tónleik eftir amerikumannin Aaron Copland, millum annað Hoedown úr Rodeo. Lagt til rættis Angelika Nielsen. Seinnapartin klokkan 14 gongur freistin út hjá Havila Shipping. Um leiðslan í fyritøkuni ikki er vorðin samd við nakrar minnilutaeigarar, ið sita í skuld í felagnum, verður Havila sent í skiftirættin. Havila Shipping hevur í langa tíð stríðst fyri at yvirliva fíggjarliga. 9. november kunngjørdi Havila triðju roynd sína at bjarga felagnum, skrivar oljan.fo Men sum við teimum báðum fyrru uppskotunum manglar bara játtandi svar frá fra minnilutaeigarunum, fyri at hendan avtalan kann undirskrivast. Leiðslan fær ikki minnilutaeigararnar við sær, tí teir eru misnøgdir við, hvussu avtalan er sett saman, og hvussu felagið skal myndast um hendan avtalan verður grundarlag fyri rakstrinum frameftir. Minnilutaeigararir sita við meir en neyðuga triðinginum av partabrøvunum fyri at kunna steðga ætlanini hja Havila leiðsluni. Og á triðja sinni steðgaðu minnilutaeigararnir í farnu viku uppskotinum. Nj l Sævik, stjóri í Havila Shipping, segði við Sysla.no í farnu viku, at um minnilutaeigararnir ikki gótaka hesa avtaluna, verður Havila sent í skiftirættin í dag klokkan 14. Sum skilst hevur Havila leiðslan eina B ætlan, men hesa vil hon ikki vísa fram fyri partabrævaeigarunum, fyrr enn eingin annar útvegur er. Sævik familjan, sum eigur meir enn 50 prosent í Havila Shipping, hevur eisini áhugamal í føroysku frálandavinnuni, gjøgnum felagið Skansi. Trupulleikarnir í Havila ikki ávirka felagið, Skansi, hevur higartil verið sagt. Spurningurin er tó, hvussu ein húsagangur í Havila kemur at merkja fíggjarligu møguleikarnar hjá Sævik familjuni. Eg gleði meg til hesa uppgávuna, tí tað hevur altíð verið ein dreymur at blíva venjari í Noregi, sigur venjarin við ostlendingen.no Dagur Sigurðsson er kendur íslendskur hondbóltsvenjari og fyrrverandi landsliðsleikari. Dagur er í løtuni venjari hjá týska manslandsliðnum. Undir hansara leiðslu vann Týskland fyrr í ár Evropameistaraheitið. Á olympisku leikunum í Rio vann Týskland bronsu. Dagur fer at fortelja um sína hondbóltslívsleið, um íslendskan hondbólt, hví lítla landið Ísland er so frammaliga í altjóða hondbólti, og um leiðslu og motivatión og leiklutin sum venjari. Fyrilesturin verður í kvøld klokkan 19.00 í hølunum hjá Bank Nordik á Oknarvegi í Havn. Langfaraskipini og skip í oljuvinnuni, hava longu fingið pakkar umborð og nú eru tað skipini, sum fleiri skifta manning áðrenn jól, sum skulu hava pakkar umborð. Pakkarnir kunnu latast inn til fyrst í desember á hesum støðum Føroya Fiskimannafelag á Bryggjubakka í Havn, Klaksvíkar Sjómansheim, Blái Krossur Føroya í Runavík og Leguhúsið í Nesvík. Hóast Hillary Clinton fyribils hevur fingið tvær milliónir fleiri atkvøður enn komandi amerikanski forsetin, tvíheldur Trump kortini um, at hann hevur vunnið forsetavalið 8. november, tá talan er um persónligar atkvøður. Á Twitter skrivar komandi forsetin, Donald Trump, at fleiri ólógligar atkvøður eru grundin til, at Hillary Clinton hevur fingið fleiri persónligar atkvøður enn hann. Greinin heldur fram niðanfyri. Umframt at vinna stórsigur, tá talan er um valfólk, vann eg eisini sjálvt valið, um tú dregur øll millióntals fólkini, sum hava atkvøtt ólógligt, frá, skrivar Donald Trump. Greinin heldur fram niðanfyri. Uppteljingin er framvegis í gongd í USA. Clinton kann enda við at fáa 2,5 milliónir fleiri atkvøður enn Trump, tá allar atkvøður eru taldar skrivar Reuters. Men restin av uppteljingini er bara til at prýða seg við. Donald Trump hevur fingið greiðan meiriluta í serligu amerikonsku valskipanini, har tú vinnur eitt tal av valfólki frá amerikonsku deilstatunum og økjunum. Donald Trump vann meirilutan á forsetavalinum í USA 8. november. Tað vil siga í minsta lagi 270 valfólk, og tí vann hann á Hillary Clinton. Í sonevnda Rust beltinum, sum eru fimm statir í landnyrðingspartinum í USA, vann Donald Trump týdningarmiklar ídnaðarstatir, eitt nú Ohio og Pennsylvania. Morgunsendingin skiftir orð Sáru Allansdóttir Joensen, forkvinnu, Kristina Jansdóttir Thomsen, næstforkvinnu og Mathias Gaini Schou, nevndarlim. Á hesum degnum gevur skúlin næmingunum skemafrí, so teir kunnu fara at arbeiða tríggjar til fimm tímar, hjá ymsum fyritøkum runt í landinum. Teir næmingar sum eru á ymsu fyritøkunum, hava ein pappírslepa við kontonummarog øðrum á, so fyritøkan kann flyta peningin fyri arbeiðið. Forlagið Sprotin gav út bókina í 2015, Edward Fuglø hevur gjørt kápumyndina til føroysku útgávuna. Sonja Kjølbro hevur staðið fyri umbótingini. Samráðingar skulu eitast at vera við landsstýrið um nýskipan av fiskivinnuni, men nú hevur Sambandsflokkurin almannakunngjørt sítt egna uppskot. Verðandi aktørar sleppa at halda fram í fiskivinnuni eftir 2018, og nýggir aktørar skulu keypa veiðiloyvi, um teir skulu inn í fiskivinnuna. Atfinningar eru millum annað um, at fakligu førleikarnir hjá góðkendu verjunum ikki eru nóg hollir til at kunna javnvigast upp móti ákæruvaldinum, ið sum oftast er umboðað av løgfrøðingum. Hendan slagsíðan ger, at tað er ivasamt, um grønlendska kriminalprosessin lýkur mannarættindaligu krøvini um munadygga verju, skrivar arbeiðsbólkurin í frágreiðingini. Tey mæla til, at førleikarnir hjá verjunum verða bøttir, og at arbeiðið sum verji ikki longur skal vera hjástarv, men fulltíðarstarv, um møguligt. Grønland er býtt upp í fýra rættarøki. Advokatráðið mælir til, at tey verða løgd saman í eitt fyri at styrkja fakligu førleikarnar hjá rættunum, sum so aftur fer at bøta um úrskurðirnar hjá rættunum. Sara Olsvig, landsstýriskvinna í rættamálum, skal eftir ætlan á fund við danska løgmálaráðharran fyrst í desember, skrivar grønlendska kringvarpið. Hon sigur við danska blaðið, Politiken , at hon vil hava, at støðan á rættarøkinum í Grønlandi verður bøtt, soleiðis sum tað eisini stendur í sjálvstýrisavtaluni. Tað er eingin ivi um, hvørji tey trý elstu húsini uppi á Hædd eru, tí á øllum trimum stendur eitt skelti á Hædd . Í einum av teimum býr Ove Frederiksen, sum er fróðarmaður og greiðir frá ymiskum viðurskiftum uppi á Hædd. Hann sigur, at hæddamenn vóru tiltiknir hittinorðaðir ella munnfittir. Sonhard Johannesen er kendur fyri at seta lív í har sum hann er, og tað gjørdi hann eisini í uppvøkstrinum uppi á Hædd. Hann er stoltur av, at hæddamenn verða kallaðir týskarar. Systirin Johild Johannesen hevur heldur einki ímóti hesum eyknevni, sum allir klaksvíkingar kenna. Johild er flutt aftur í barnaheimið uppi á Hædd og henni dámar sera væl í býlinginum. Berit og Poul Juul Vilhelmsen eru glað fyri at búgva á Hædd. Tey búgva beint við, har gamla skíbreytin hjá klaksvíkingum var og har varð ofta skipað fyri skíkappingum. Hanna Ovadóttir kemur inn á gólvið hjá foreldrunum á Hædd hvønn dag eftir arbeiðstíð. Hon sigur, at tey ungu fólkini vilja læra at gera blóðpylsu, rullupylsu og kjøtpylsu, og tað hevur hon ongantíð upplivað fyrr. Kristian Johannesen er sjeyndi beiggin á rað og tí varð hann uppkallaður eftir Christiani 10. kongi. Í Klaksvík verður hann róptur Kristian kongur. Hann er føddur 7.7 í 1937 og er sum sagt sjeyndi beiggin. Redaktiónin hjá lokala blaðnum Norðlýsinum hevur í mong ár verið í býlinginum uppi á Hædd, í kjallaranum hjá blaðstjóranum Oliver Joensen. Nógv fólk, bæði einstaklingar og bólkar, vitja inn á gólvið. Og Oliver blaðstjóri brúkar stóran part av frítíðini at pussa gamlar lutir hjá familjuni upp. Orðini tróta ikki eftir gudstænastuna í Vesturkirkjuni sunnudagin. Til samans hava meira enn 20.000 fólk sæð eina upptøku á Facebook. Kirkjufólkini í Vesturkirkjuni í Havn fingu í gjár eina heilt serliga uppliving, tey sjálvdan fáa, og sum tey helst eisini seint fara at gloyma. Organisturin, Leif Hansen, læt sessin til ein bara 10 ára gamlan drong, ið takkaði fyri álitið og spældi ein part av verkinum, Toccata, hjá J.S. Bach. Hann er fjórða ættarlið í familjuni, sum spælir orgul. Abbi dreingin hevur spælt orgul í 50 ár, og pápin, Leif Hansen, er virkin í tónleiki. Vit hoyra um jólakalendarin Tjóvajólini, sum verður í sjónvarpinum. Páll Danielsen greiðir frá og eisini hitta vit Hjálmar Dam, sum spælir Kyrri. Í útvarpinum fara vit at hoyra jólakalendarasøguna Eg sá ein eingil, sum Elin á Rógvi skrivaði í 2010 og hon fer at greiða frá. Útlendski ognarskapurin í fiskivinnuni skal í mesta lagi vera 25 prosent, sigur Sambandsflokkurin í uppskotinum um ein eina fiskivinnunýskipan, og avmarking skal eisini verða á brúksrættinum. Avmarkingar skulu eisini verða á brúksrættinum, so onki reiðarí kann hava brúksrætt til meiri enn 30 prosent av samlaðu fiskirættindinum av einum einstøkum fiskaslagi. Hoyr samrøðuna við Bárð Nielsen, formann í Sambandsflokkinum, sum í dag hevur lagt fram uppskot um fiskivinnunýskipan. Í fyrra hálvleiki sá tað út til at fara at verða ein lættur sigur hjá hoyvíkingum, men Kyndil tók seg um reiggj í hálvleikinum og tí bleiv dysturin sera javnur og spennandi. Íslendski hondbóltsvenjarin, Dagur Sigurðsson, sum í januar vann Evropameistarakappingina við Týsklandi heldur ikki, at smáar hondbóltstjóðir sum Føroyar skulu smæðast við at seta sær høg mál. Seinasta umfar í stóru altjóða talvkappingini Runavík Open var telvað í gjár. Endin var, at íslenski Gudmund Kjartansson vann kappingina. Eg kundi hugsað mær, at tit viðgjørdu evnið um inntøkubýtið í Føroyum, serliga við denti á háinntøkur og tess týðning fyri samfelagið út frá einum samfelagsbúskaparligum sjónarhornið . Gestir í sendingini eru Høgni Vilhelm frá Hagstovu Føroya, Herman Oskarsson búskaparfrøðingur, og Djóni Eidisgaard leiðari hjá Barnabata. Hann vil kortini ikki svara, um hann er sinnaður at slaka í sínum ætlanum. Samgongan hevur sjálv lagt upp til eina marknaðargrundaða skipan. Spurningurin er, um eigarin av Eik, TF Holding, er betur førur fyri at loysa trupulleikarnar, enn Eik Grunnurin var fyri nøkrum árum síðani. Sambært svari frá Poul Michelsen, landsstýrismanni í vinnumálum, sum Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum hevur fingið, verður arbeiðsbólkurin, sum orðar ferðavinnupolitikk, væntandi liðugur fyrst í 2017. Tá fer at bera til at skipa ferðavinnuna innanlands betur, sigur landsstýrismaðurin. Fíggjarnevndin spurdi, um hann ætlar at verja smápláss og serliga viðbrekin náttúruøki móti ferðafólkastreyminum. Serliga verður hugt eftir Mykinesi. Har krevjast fyriskipanir fyri at verja náttúru og fuglalív. Landsstýrismaðurin sigur, at tá hann hevur fingið nýggja ferðavinnupolitikkin, fer hann at avgera, hvat skal gerast. Í ferðavinnupolitikkinum, sum landsstýrismaðurin í vinnumálum fær fyrst í næsta ári, eru tilmæli um stuðulsskipanir til ferðavinnuátøk og íløgur og tilmæli um, hvussu náttúran kann verjast á skilabestan hátt. Tað gongur annars so væl í ferðavinnuni, at málið frá 2013 um at røkka einari milliard krónum í umsetningi í 2020 heldur og væl tað, sigur landsstýrismaðurin í vinnumálum. Í fjør komu einar 440 umsóknir inn um jólahjálp, og stórur partur av teimum, sum søktu, lógu undir fátækraváðamarkinum, sigur Djóni Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabata. Hesaferð verða fólk spurd, um tey fáa nýggja familjuískoytið frá Almannaverkinum, og hetta er tí, at Barnabati vil kanna, um skipanin við familjuískoyti riggar ella ikki, sigur aðalskrivarin. Umsóknarbløðini til jólahjálp verða tøk á heimasíðuni hjá Barnabata um middagsleitið í dag, og evsta mark at senda inn umsóknarbløðini er á middegi leygardagin, 3. desember. Góðkenningin fevnir um arbeiðið hjá P f Eysturoyar og Sandoyartunlum at gera Eysturoyartunnilin og alt viðkomandi virksemi, sum fer fram á økjum hjá tunlinum og eisini møgulig avskipingarøki, so leingi byggiarbeiðið varir. Í málsviðgerðini er serligur dentur lagdur á, at virksemið verður lagt soleiðis til rættis, at umhvørvið verður ávirkað minst møguligt við at avmarka ampar av óljóði og ristingum so nógv sum gjørligt. Dentur verður eisini lagdur á at avmarka útlát av dálkandi evnum og evju við spillvatni og av dusti. Tunnilin verður 11,3 kilometrar langur. Roknað verður við at spreingja 1,3 milliónir rúmmetrar í føstum tilfari úr tunlinum. Tunnilsop við Skálafjørðin verða á Strondum, niðanfyri býlingin í Selvindi og norðantil á Saltnesi. Í Suðurstreymoy verður tunnilsop við Rossagil norðan fyri Hvítanes. Tey, ið hava kærurætt, og tað eru tey, sum avgerðin hevur serstakan, beinleiðis og persónligan týdning fyri, kunnu kæra umhvørvisgóðkenningina til landsstýrskvinnuna í umhvørvismálum. Skattaprosentið fer niður í 21,95 prosent. Tað eru 0,55 prosentstig lægri enn í ár. Barnafrádrátturin hækkar 500 krónur, upp í 4.500 krónur. Barnaansingargjøldini lækka 100 krónur fyri barnið um mánaðin. Og fólk kunnu í mesta lagi gjalda 3.500 krónur um mánaðin fyri barnaansing í Vágs kommunu. Býráðið væntar at fáa knappliga 58 milliónir krónur í kassan næsta ár. Tá eru 13,8 milliónir frá landinum til eldraøkið taldar við. Hóast skattaprosentið í 2017 verður eitt prosentstig hægri enn tað var í 2015, væntar býráðið at fáa tað sama í persónsskatti næsta ár sum í 2015. Íløgur skulu gerast fyri 6,1 millión næsta ár. Millum íløgurnar er nýtt graslíki á fótbóltsvøllin á Eiðinum, dagføring av Heilsumiðstøðini, nøkur spælipláss, vegagerð, spillvatn og gøtuljós. Morgunsendingin vitjaði 10 ára gamla Helga Marius Greve í Fuglafjarðar kirkju. Helgi og pápi hansara, Leif Hansen, greiddu frá urguni og hvussu Helgi byrjaði at spæla urgu. Í fyrstu atløgu heldur Sarah Mahfoud fram í borgarliga starvi sínum, men vónin er, at tað ber til at fáa so góðar stuðlar, at hon kann liva av nevaleikinum. Hetta hendir í kjalarvørrinum av, at danska Veterancentret hevur verið í Føroyum í sambandi við, at teirra tilboð skulu víðkast, so tey betur røkka veteranum og teirra familjum í Føroyum. Tey avvarandi vita ofta ikki hvat tað er vit tosa um, tá vit krígsveteranar eru saman. Ein tílíkur felagsskapur hevði avgjørt verið góður, bæði fyri tey avvarandi hjá okkum, og okkum veteranar, sigur fyrrverandi ST hermaðurin, Ottar í Funningsstovu. Eitt flogfar er dottið niður í Kolombia tíðliga í morgun okkara tíð. Til samans vóru 77 fólk við flogfarinum, sum er dottið niður. Flogfarið, ið er líka sum gomlu flogførini hjá Atlantic Airways, fleyg í kring nærhendis flogvøllinum, har tað skuldi lenda, áðrenn tað datt niður. Greinin heldur fram niðanfyri. Millum tey ferðandi var eitt fótbóltslið frá bestu deildini í Brasilia við fylgi. Liðið eitur Chapecoense Real, og spælararnir skuldu til kapping í Kolombia. Flogfarið, eitt British Aerospace 146, datt niður í einum fjallalendi miðskeiðis í Kolumbia stutt fyri midnátt lokala tíð, tíðliga í morgun okkara tíð. Greinin heldur fram niðanfyri. Veðrið er ikki gott á leiðini, og tí ber ikki til hjá bjargingarliðum at koma fram við tyrlu ella flogfari, men bara yvir land. Harafturat er eisini myrkt. Hon hevur stóran týdning fyri liðið, bæði í verju og í álopi. Nú mugu hinar taka meira ábyrgd á seg, sigur við Andreas F. Hansen. Leygardagin spæla Føroyar og Ísland. Dysturin byrjar klokkan 17.00. Kringvarpið vísir dystin beinleiðis í sjónvarpinum og á heimasíðuni. Atfinningarnar hegla niður yvir Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum, fyri handfaringina av játtanini til landssjúkrahúsið, ið skal spara 16 milliónir krónur, um fíggjarlógaruppskotið verður samtykt í verðandi líki. Húsarhald í Danmark gjalda 29,3 prosent av samlaðu inntøkuni til fastar útreiðslur sum húsaleigu, vatn, el og hita, skrivar tíðindastovan, Ritzau. Í 2005 brúktu danskar familjur 26,3 prosent av tiltøkupeninginum til fastar útreiðslur, nú brúka tey 29,3 prosent. Hækkingin er trý prosentstig. Í hinum endanum er Malta, ið er bíligasta ES landið at liva í. Har brúka fólk bara 10,1 prosent av tiltøkupeninginum til húsaleigu, vatn, el og hita. Tað er bæði undranarvert og ikki sørt ørkymlandi, at samstundis sum privati handilsflotin fær álagt alskyns umhvørviskrøv, fáa skip hjá tí almenna lagaligari treytir. Tað sigur Reiðarafelagið fyri Farmaskip í hoyringarsvari, nú Heilsu og innlendismálaráðið ætlar at broyta kunngerðina um kloakkvatn frá skipum. Kunngerðin er frá 2005. Krøvini til skip í innanoyggja rutusigling verða gjørd linari, so tey kunnu sleppa skitna vatninum á sjógv. Orsøkin er, at umhvørviseftirlitið hjá Vørn er komið eftir, at fleiri strandfaraskip hava ikki kravdu útgerðina at viðgera kloakkvatn soleiðis sum altjóða krøv siga. Samferðslumálaráðið hevur tí spurt Heilsu og innlendismálaráðið, um ikki ber til at geva strandfaraskipunum undantak frá krøvunum í kunngerðini um burturbeining av kloakkspillvatni frá skipum. Heilsu og innlendismálaráðið heldur ikki, at undantakið fær stórvegis avleiðingar fyri umhvørvið. Nøgdin er avmarkað og strandfaraskipini tøma kloakkvatnið har tað verður ført burtur við streyminum. Tá skal skipið tó vera í minsta lagi hálvan fjórðing úr landi. Altjóða sáttmálin um kloakkvatn frá skipum loyvir londum at gera linari reglur fyri skip, sum ikki eru í altjóða sigling. Bergur vaknar um morgunin tann 1. desember. Hann heldur, at tað einasta, hann fer at uppliva tann dagin, er at fáa kalendaragávu og síðani skúlan, men so er ikki. Elin á Rógvi skrivaði og legði til røttis. Jón Svein Heinesen og Finnur Hansen stóðu fyri tí tekniska. Fjølmiðladekkningurin hjá Kringvarpinum byrjaði miðskeiðis í februar, eftir at Jørn Astrup Hansen úttalaði seg til Berlingske Business . Fyrrverandi nevndarlimurin í Eik, Jørn Astrup Hansen, segði tá við blaðið, at bankin av órøttum hevði fingið ein skattafrádrátt uppá 90 milliónir krónur. Kringvarpið tók síðani málið um skattafrádráttin hjá Eik Banka upp í tíðindaflutninginum, millum annað annað í sjónvarpssendingini, Skattamálið . Stovnurin hevur javnt og samt síðani tá eisini dekkað málið í tíðindaflutninginum, men Eik Banki heldur ikki, Kringvarpið hevur lýst málið nóg væl. Fjølmiðlanevndin skal nú taka støðu til, um Kringvarpið á nøktandi hátt hevur lýst skattamálið ella um Kringvarpið hevur brotið góðan fjølmiðlasið. Bæði Eik Banki og Kringvarp Føroya hava nú gjørt sínar viðmerkingar til Fjølmiðlanevndina, ið skal viðgera dekkningin hjá Kringvarpinum. Les viðmerkingarnar her. Snyril fór ikki av Havnini klokkan 13 í dag, sum strandfaraskipið annars skuldi sambært ferðaætlanini. Skipið hevur ligið við bryggju í Havn. Eitt brek á á eini pumpu høvuðsmotorarnar var farin, so teir riggaðu ikki, sum teir skuldu, sigur Niels Harald Michelsen, skipari. Í løtuni riggar manningin til at fara av Havnini, meira enn tveir tímar seinni enn ætlað, segði hann við útvarpið í tíðindunum klokkan 15. Vit fara at royna at sigla báðar túrarnar, sum vit annars skuldu, men teir verða sigldir forskotnir, sigur Niels Harald Michelsen. Metið frammanundan varð sett í fyrraárið, tá var talið 170.000. Eingi tekin er um, at færri flóttafólk og tilflytarar ætla sær til Evropa úr Norðurafrika. ST sigur, at ferðin um Miðjarðarhavið í ár hevur kravt umleið 4.700 mannalív. Hesi flóttafólkini eru annaðhvørt druknað, ella eru ikki komin afturíaftur. Bóklingurin hevur 30 uppskriftir, ið ein og hvør kann gera. Tær báðar siga eisini at bókin sagtans kann latast eldri monnum í gávum. Tey, sum eru í aldursbólkinum 75 til 89 ár, eru ongantíð á alnetinum, og í aldursbólkinum 65 til 74 ár svara 11 prosent, at tey brúka ikki netið. Hinvegin svara øll 15 18 ára gomlu, sum vórðu spurd, at tey eru á netinum í minsta lagi eina ferð um vikuna. 6.000 fólk vórðu spurd í kanningini. Tann kunngerðin skal verða lýst í seinasta lagi 1. juli næsta ár. Á nýggjárinum fer lógin um landsins gjaldføris og skuldarfyrisiting úr gildi. Tann lógin kom í 2012, tá Landsbankin læt aftur. Sambært uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2017 fer Landsbankin at kosta 8,9 milliónir krónur. 3,9 milliónir, sum vórðu fluttar Gjaldstovuni, tá Landsbankin gavst, verða fluttar honum aftur. Tað sama verða 1,8 milliónir, Hagstovan fekk fyri at gera ein part av tí, sum Landsbankin gjørdi. Virksemið, sum Landsbankin ger fyri landið, so sum at umsita gjaldføri og skuld, gera hagtøl um fíggjargeiran og hava eftirlit við fíggjarligum váðum, verður fíggjað við upp til fýra promillu av minsta gjaldførinum hjá landskassanum. Í Sankta Frans skúla ganga 314 næmingar í sjey árgangum, og 21 lærar eru í føstum starvi. Skúlin hevur eisini forskúla við tveimum forskúlaflokkum. Umsøkjarar skulu hava fólkaskúlalæraraútbúgving, starvsroyndir í fólkaskúlanum og leiðsluroyndir. Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarar hava útbúgving ella skeið í leiðslu, sigur Mentamálaráðið. Starvið er lønt í 36. lønarflokki sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Lærarafelagið. Freistin at søkja starvið er 20. desember, og starvið verður sett frá 1. februar í 2017. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, fer á løgtingsfundinum í dag at svara einum fyrispurningi um góðkenningina av havnarútbyggingini í Havn. Jacob Vestergaard í Fólkaflokkinum spyr Sirið Stenberg, hvat hon heldur um orðavalið hjá aðalstjóranum, og um málið fær avleiðingar fyri onnur starvsfólk í Heilsu og innlendismálaráðnum. Eftir at skrivið við góðkenningini var farið úr Heilsu og innlendismálaráðnum, boðaði landsstýriskvinna nakrar vikur seinni frá, at hon hevði ikki góðkent skrivið, sum varð sent Tórshavnar kommunu. Neyðugt er at fáa greiði á, hvat hevur gingið fyri seg í Heilsu og innlendismála ráðnum, fyri at endurreisa álitið á politisku skipanina, sigur Jacob Vestergaard í viðmerkingum til spurningum. Í sendingini hoyra vit jazztónleik, sum er sprottin úr norðurlendskum og keltiskum fólkatónleiki. Vit hoyra løg av plátununum Sagn við Arild Andersen úr Noregi, Rosendal.earl.templeton við Peter Rosendal úr Danmark, Find a Way við Joel Miller úr Kanada og Vol. 1 hjá Brekku Brothers úr Føroyum. Lagt til rættis Arnold Ludvig. Tað er gjørt, so at nótaskip og ídnaðarskip nú kunnu fiska av kvotunum, ið upprunaliga vórðu settar av til hjáveiðu í øðrum fiskiskapi og til vísindaligar rannsóknir. Í sildakunngerðini eru 2.000 tons sett av til hjáveiðu í millum annað makrelveiðu. Higartil eru bara fiskað góð 500 tons av kvotuni. Útlit eru ikki til, at hon verður fiskað, sigur Fiskimálaráðið. Tey 500 tonsini, ið eru sett av til vísindaligar kanningar, verða heldur ikki brúkt í ár. Sildakunngerðin sigur, at eru líkindi fyri, at kvotur ikki verða fiskaðar, kann landsstýrismaðurin loyva nótaskipum og ídnaðarskipum at fiska av kvotunum. Broytingin ber í sær, at nótaskip og ídnaðarskip kunnu fiska 1.800 tons av norðhavssild afturat. Kvotan verður býtt millum skipabólkarnar eftir vanliga leistinum. Her í Føroyum er tað Almannaráðið, Ráðið fyri brekað og MBF sum skipa fyri. Tað er ein rúgvismikil skrá til dagin, við talum, sangi og framløgum. Í útvarpsstovuna eru komin Krista Mørkøre, luttakari á Paralympisku leikunum 2016, Tróndur Ravnsfjall, ítróttarráðgevi hjá ÍSB og Tóra við Keldu, sum er forkvinna í MBF. Savnsgull verkætlanin, sum í trý ár hevur arbeitt við at talgilda gamla tilfarið í savninum hjá Kringvarpinum, fær nú fíggjarligan stuðul úr Danmark. A.P. Møller og Hustru Chastine Mc Kinney Møllers Fond Til Almene Formaal hevur nú játtað fimm milliónir krónur til at talgilda gomul sjónvarpsbond. Játtanin frá grunninum er nóg mikið til at bjarga sjónvarpssavninum, upplýsir Savnsgull í tíðindaskrivi, ið er sent fjølmiðlunum í morgun. Árliga játtanin á føroysku fíggjarlógini er 900.000 krónur. Ein verkætlanarleiðari og fýra starvsfólk arbeiða við at talgilda gamla tilfarið hjá stovninum. Føroyska toskakvotan í russiskum sjógvi lækkar 170 tons, og hýsukvotan lækkar 200 tons. Allar aðrar kvotur verða óbroyttar í 2017. Orsøkin til broytingarnar er, at heildarkvotan av toski og hýsu í Barentshavinum lækkar í 2017. Tað hevur eisini ávirkan á føroysku kvotuna, skrivar Fiskimálaráðið. Avtalan ber í sær, at Føroyar fáa 19.330 tons av toski og 1.800 tons av hýsu í russiskum sjógvi í 2017 umframt 900 tons av flatfiski og 5.000 tons av rækjum. Russland fær 81.000 tons av svartkjafti og 14.500 tons av makreli í føroyskum sjógvi í 2017 umframt hjáveiðu av í mesta lagi 10.000 tons av sild. Russland sleppur at fiska part av svartkjaftakvotuni, sum Russland fær tillutað í altjóða sjógvi gjøgnum NEAFC, í føroyskum sjógvi í 2017, sigur Fiskimálaráðið. Tó at fleiri tosa um, at pappírsbløðini eru komin á gravarabakkan, hevur Hanus Samró góðar vónir um, at fólk fara at taka Ó blaðið til sín. Anita Vibergsdóttir á Borgaralistanum verður varaborgarstjóri. Kommunulistin og Borgaralistin hava skipað meiriluta. Teir hava fýra av sjey býráðslimum. Kristin Michelsen hevur verið borgarstjóri á Tvøroyri síðani 3. februar 2003, fyrst fyri Uttanflokkalistan, síðani fyri Javnaðarflokkin, men eftir nýggjár fyri Kommunulistan. Tá nýggja býráðið hevur tikið við á nýggjárinum, skal tað taka støðu til, um Kristin Michelsen kann vera í Løgtinginum samstundis sum hann er borgarstjóri. Samanleggingin av Søvnum Landsins hevur ikki riggað nóg væl, men samanleggingin skal halda fram, verður sagt í tilmæli um at eftirmeta Søvn Landsins. Av góðum grundum kann ivi vera um gegnið hjá Mentamálaráðnum at viðgera málið. Tí er rættast at Fíggjarmálaráðið viðger tað, til alt er komið í rættlag, stendur í tilmælinum. Men Mentamálaráðið var inhabilt, tí stjórin á Søvnum Landssins, Andras Mortensen, og aðalstjórin í Mentamálaráðnum, Poul Geert Hansen, eru svágrar. Tí endar málið í Fíggjarmálaráðnum. Jóan Pauli Joensen, professari, varð biðin um at gera eina eftirmeting av samanleggingini av Søvnum Landsins. Í eftirmetingini, sum Kringvarpið hevur fingið innlit í, verður mælt til, at samanleggingin heldur fram, men tað hava verið trupulleikar, staðfestir frágreiðingin Samanleggingin hevur tikið alt ov langa tíð, ongin ivi um tað, og tí er tað nú neyðugt at arbeiða skjótt og miðvíst, og helst at fáa tey flestu at taka undir við eini nýggjari skipan, við greitt ásettum tíðarfreistum, sum skulu haldast tað eru ikki órímilig krøv at seta. Skrivað verður eisini Heldur ikki tykist Mentamálaráðið at hava eina felags fatan av, hvat endamálið við samanleggingini skuldi vera . Sagt verður eisini Fyri at siga tað stutt, er samanleggingin sloppin at taka alt ov langa tíð, og enn er eingin vissa fyri, at punktum verður sett við tað fyrsta, tí Mentamálaráðið er í summum førum eins val og Søvn Landsins í stríð við seg sjálvt í hesum máli. Frágreiðingin setur eisini spurnartekin við gegnið hjá Mentamálaráðnum Hinvegin kann tað, sum landið liggur í løtuni, við góðari grund vera orsøk til framhaldandi at ivast í gegninum hjá Mentamálaráðnum at viðgera málið. Ikki bara tí stjórin fyri Søvnum Landsins og aðalstjórin eru svágrar, men ikki minni av teirri orsøk, at fulltrúin, ið fremst av øllum hevur havt við Søvn Landsins at gera, er gift við einum starvsfólki og eisini er systur eitt annað starvsfólk á Fornminnissavninum, sum hevur klagað. Víðari stendur Tað rættasta mann tí vera, at Fíggjarmálaráðið, sum hevur fingið málið litið upp í hendi frá løgmanni, viðgerð málið til alt er komið upp á pláss. Fíggjármálaráðið sigur í skrivi til starvsfólkini á Søvnum Landsins, at Fíggjarmálaráðið er samt við, at gegnistrupulleikar hava viðvirkað til, at Mentamálaráðið er ikki nóg arbeiðsført. Mentamálaráðið hevur ikki skumpað undir og fylgt upp. Hinvegin er Fíggjarmálaráðið ikki samt við tilmælinum um, at Fíggjarmálaráðið skal yvirtaka málsøkið Søvn Landsins, til samanleggingin er komin uppá pláss. Uppgávan hjá skrivstovustjóranum skal millum annað lætta um hjá stjóranum í sambandi við, at samanleggingin av Søvnum Landsins nú endaliga skal fremjast, stendur í frágreiðingini. Vit hoyra 5. part av jólakalendaranum Eg sá ein eingil. Elin á Rógvi skrivaði og legði til rættis. Jón Svein Heinesen og Finnur Hansen stóðu fyri tí tekniska. Í annaðkvøld verður stór framløga í Norðurlandahúsinum. Holger Arnbjerg frá Altjóða skrivstovuni og Thordis Dahl Hansen frá Skúlanum við Streymin, sum hevur luttikið í verkætlanini NORDPLUS eru í morgunsendingini. Arbeitt verður víðari við danska lyftinum, upplýsti forsetin í Norðurlandaráðnum, danin Henrik Dam Kristensen, á fundinum í Keflavík mánadagin. Hann segði seg gleða seg til uppskotið hjá donsku stjórnini. Danska stjórnin stuðlar sjálvstýrandi økjunum, Føroyum, Grønlandi og Álandi, sum vilja hava størri lut í norðurlendska samstarvinum, segði Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, á ársfundinum hjá Norðurlandaráðnum í Keypmannahavn fyri einum mánað síðani Stuðulin røkkur so langt, tað ber til politiskt og løgfrøðiliga, og so leingi tað er innan fyri rammurnar hjá donsku grundlógini, tá ræður um Føroyar og Grønland. Ruth Vang, løgtingskvinna, sum sjálv onnur umboðar Løgtingið í Norðurlandaráðnum, segði eftir fundin í Keflavík, at henni dámar einki støðuna hjá formansskapinum. Føroyingar meta seg ikki at vera sjálvstýrandi øki. Vit eru eitt fólk, ein tjóð, segði hon sambært heimasíðuni hjá Norðurlandaráðnum. Nývalda býráðið í Havn er við at ótolnast, tí tey ikki eru sloppin at skipa seg enn. Tey hava í dag sent Heðini Mortensen, borgarstjóra í Havn, skriv. Nývalda býráðið heitir nú á Heðin Mortensen, borgarstjóra, um at kalla inn býráðið skjótast gjørligt, so nýggja býráðið í Havn kann skipast. Heðin Mortensen fer frá sum borgarstjóri á nýggjárinum, tí nýggja býráðið skal taka við fyrsta januar, tað vil siga um góðar fýra vikur. Tað er longu nú greitt, at Annika Olsen úr Fólkaflokkinum verður nýggjur borgarstjóri og Gunvør Balle úr Tjóðveldi verður varaborgarstjóri. Djórlæknar í Danmark ávara nú hundaeigarar um deyðiliga parvovirusið. Smittan er staðfest á Fyn, og hundar, sum ikki eru vaksineraðir, eiga at fara til djóralækna beinanvegin. Ímeðan hundaeigarar í Danmark hava grund til at óttast deyðiliga virusið, er ikki neyðugt hjá hundaeigarum í Føroyum at stúra. Í øllum førum ikki fyribils. Tað er ikki uttan so at tað koma óvaksineraðir hundar til Føroya. Um fólk ikki smugla hundar, er møguleikin ikki stórur, sigur Lars Mohr Nielsen, djóralækni. Hundaeigarar í Føroyum eiga heldur ikki at óttast, at deyðiliga virusið kemur higar við hundum, sum hava verið í Danmark og ferðast við eigarunum. Hundarnir eru jú vaksineraðir tá teir fara niður. Kjansurin fyri, at teir verða smittaðir, er ikki serliga stórur, sigur Lars Mohr Nielsen, djóralækni, við útvarpið. Hann heitir á fólk um at tryggja sær, at allar koppsetingar eru í lagi. Smittukeldan í Danmark er ein kviðin tík, ið er innflutt til Danmark úr Eysturevropa. Varðveitingararbeiðið, ið er framhald av varðveitingarætlanini, ið varð sett í verk í 2012, fer at kosta umleið 3,15 milliónir krónur. Tað vísti ein meting hjá Søvnum Landsins frá 2015 um írestandi varðveitingararbeiði í sambandi við Kirkjubømúrin og onnur jarðføst fornminni á miðaldar biskupssetrinum í Kirkjubø. Í Dansivali skipar Jógvan Heinesen Herr Sinklar. Norðstreymoyingar kvøða. Leikum Fagurt kvøður Vatntáttin. Sólvit Simonsen skipar. Martna Olsen og Elinborg Simonsen skipa Nordan for Trondhjem í Leikum Fagurt. Norðstreymoyar Dansifeløg kvøður Grindavísuna. Kristian Zachariassen skipar. At enda skipa Maria Kristiansdóttir og Hans Holm Viljorm Kornus í Dansifelag Kaggans og Tøkum Lætt. Her á heimasíðuni eru kvæðini í fullari longd. Ein einkja vildi ikki góðtaka, at pensjónin hjá manninum, sum hon fekk, tí maðurin var deyður, varð drigin frá pengunum, sum hon fekk frá ALS. Hon kærdi fyrst til ALS, men tað nyttaði einki. Tá Kærunevndin hjá ALS staðfesti avgerðina hjá ALS, vendi kvinnan sær til Løgtingsins umboðsmann. Har fekk hon viðhald. Løgtingsins umboðsmaður bað landsstýrið gera lógina greiðari, so eingin ivi er um, at bara egnar tænastumannapensjónir verða drignar frá í arbeiðsloysisstuðlinum. Pensjónirnar hjá deyðum hjúnafelaga eiga ikki at ávirka arbeiðsloysisstuðulin hjá fólki, tí so er endamálið við pensjónunum skeiklað. Nú hevur Samferðslumálaráðið biðið Løgtingið broyta lógina, so eingin ivi er um, at bara egnar tænastumannpensjónir og aðrar líknandi eftirlønir verða drignar frá í arbeiðsloysisstuðlinum. Upptøkan vísir, at flogskiparin fleiri ferðir bað um loyvi at lenda, orsakað av totalum elektriskum breki og at tangin við brennievni var tómur. Upptøkan vísir eisini, at flogleiðarin gav flogskiparanum leiðbeiningar, meðan flogfarið áhaldandi missir ferð og hædd. Beint áðrenn alt gerst kvirt, upplýsir flogskiparin, at flogfarið er í 9.000 fóta hædd. Útvarpsrásin sigur einki um, hvussu útvarpsrásin hevur fingið upptøkuna. Ferðafólkaflogfarið datt niður seint mánakvøldið í Andesfjøllunum, umleið 50 kilometrar frá Medellin í Kolumbia. Millum ferðafólkini var brasilska fótbóltsliðið, Chapecoense, sum skuldi spæla fyrra av tveimum finaludystum í kappingini Copa Sudamericana móti kolumbiska Atl tico Nacional í Medellin. 71 fólk lótu lív í flogvanlukkuni í Kolumbia, meðan tríggir fótbóltsleikarar, ein journalistur og tvey av manningini sluppu við lívinum. Malan Mohr, forkvinna í Alzheimerfelagnum hevur sent Løgtinginum bræv, har hon sigur, at tey í felagnum gjørdust bæði kløkk og hørm. Tey vórðu kløkk, tá tey sóu, at null krónur standa á kontuni fyri næsta ár, tí tær 250.000 krónurnar eru fluttar á høvuðskontuna hjá Landssjúkrahúsinum. Hetta meta vit at vera afturstig fyri demensøkið, skrivar felagið og biður um at fáa peningin fluttan aftur á kontuna hjá demensætlanini. Alzheimerfelagið sigur harafturat, at munandi meira peningur má játtast enn tær 250.000 krónurnar, tí ein demenssamskipari er settur í starv, sum felagið sigur er ein byrjan, men tó ikki nóg mikið. At peningurin nú er á høvuðskontuni hjá Landssjúkrahúsinum gevur onga vissu fyri, at demensøkið fær ta játtan, tørvur er á, skrivar Alzheimerfelagið til Løgtingsins Fíggjarnevnd. SEV hevur sett út í kortið eina Visjón 2030 eitt orkuskifti, har oljan verður skift út við varandi orkukeldur. Á eykaaðalfundi fríggjadagin boðaði nevndin í SEV frá, at felagið er í holt við at leggja til rættis eina meira nágreiniliga virkisætlan fyri Visjón 2030. Hetta arbeiðið fer fram í samstarvi við landsmyndugleikarnar og uttanhýsis ráðgeva. Men Visjón 2030 hjá SEV er ikki einasta boð uppá, hvussu Føroyar gerast eitt grønt samfelag leyst av dálkandi oljuni. Herfyri legði orkufelagið Røkt fram sítt boð uppá, hvussu Føroyar kunnu flytast eitt risafet móti at gerast eitt grønt samfelag. Teirra boð er ein vind og vatnorkuætlan í økinum við Mýrarnar og Heygadal omanfyri Vestmanna. Hákun Djurhuus og Jóhan í Niðristovu kjakast um orkuútbyggingar móti grøna samfelagnum. Síðani spyrja vit Sirið Stenberg eftir orkupolitikkinum hjá landsstýrinum. Mangan verður tikið til, at gløgt er gestsins eyga . Gamla orðatakið vísir til forvitni at frætta frá fremmandafólki, sum á onkran hátt hava givið sær stundir at seta seg inn í okkara samfelag og hava eina meining ella søgu at fortelja um tað. Danski journalisturin og fyrrverandi ábyrgdarblaðstjórin á Børsen, 81 ára gamli Jan Cortzen, gevur út bók um aktuella, modernaða, føroyska samfelagið. Vit hitta Jan Cortzen. Skilið er ikki gott í nýggju heilsumiðstøðini í Runavík. Tað sigur Bárður Kass Nielsen, tingmaður, nú læknaviðtaluhølið á Skála í síðsta mánað bleiv flutt í heilsumiðstøðina í Runavík. Endamálið við flytingini er at bøta um møguleikarnar at nøkta læknatørvin við Skálafjørðin við læknum í føstum starvi, umframt at aðrar heilsutænastur eisini skulu vera á heilsudeplinum í Runavík. Bárður Kass Nielsen úr Nýggjum Sjálvstýri segði í Løgtinginum mikudagin, at hesi tiltøk ikki havt bøtt um nakað, heldur tvørturímóti. Bárður Kass Nielsen fíltist á, at eingin verulig samskipan og stýring er í nýggju skipanini, og at teir ymisku myndugleikarnir, sum vara av, bara skylda hvør upp á annan, heldur enn at loysa trupulleikarnar, sum eru Tí vildi Bárður Kass Nielsen hava at vita frá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum, hvør persónur hevur høvuðábyrgdina av at fáa viðurskiftini uppá pláss, og hvussu landsstýriskvinnan kann tryggja, at viðurskiftini koma uppá pláss sum skjótast. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, svaraði, at hon fyri kortum hevði fund við allar borgarstjórarnar í samstarvinum, tí hon hevði fingið at vita, at alt ikki riggaði sum tað eigur í samstarvinum um heilsumiðstøðina í Runavík. Heilsutrygd, sum varar av kommunulæknaskipanini, var eisini umboðað, svaraði Sirið Stenberg, sum hevði hug at brúka heitið byrjanartrupulleikar, men lovaði bót og bata. Samráðingarfólk úr nógvum londum eru í Føroyum í hesum døgum. Hetta er fjórða umfarið í samráðingunum, ið skulu forða fyri óskipaðum fiskiskapi í Íshavinum. Føroyar og Grønland eru í felags sendinevnd. Onnur lond eru Kanada. Noreg, Russland og USA, sum eru strandarlond í hesum sambandinum. Harumframt eru ES, Ísland, Japan, Kina og Suðurkorea, sum eru tey fáu londini í heiminum, sum hava hegni og reiðskap til at fara undir fiskiskap í Íshavinum, tá umstøðurnar væntandi eina ferð fara at loyva tí. Vit vóru við, tá leikarnir løgdu seinastu hond á venjingina. Hans Tórgarð, Mariann Hansen, Nikolaj Falck, Gunnvá Zachariassen og Magnus Johannessen práta um leikin og serstaka konseptið, har borðeitt verður við Gløgg. Kringvarpið skal gera upplýsandi tilfar til tilflytarar. Tað stendur í nýggja public service sáttmálanum, sum landsstýriskvinnan í mentamálum fer at leggja fyri Løgtingið í morgin. Aðalorðaskifti verður um public service sáttmálan um eina viku. Sáttmálin skal koma í gildi á nýggjárinum og vara til 31. desember 2020. Fyrsti public service sáttmálin millum Kringvarpið og Mentamálaráðið fór úr gildi nýggjársaftan 2013. Ikki fyrr enn nú er nýggjur gjørdur. Rigmor Dam, landsstýriskvinna, sigur við Sosialin í dag, at í nýggja sáttmálanum verða tíðindi, aktuelt, mál og mentan, tilfar til børn og ung og tekstaðar sendingar til fólk, sum hoyra illa, raðfest. Harafturat skal gerast upplýsandi tilfar til tilflytarar fyri at stuðla upp undir integrasjón, so útlendingar gerast partur av føroyska samfelagnum. Forlagið Sprotin gav út bókina í 2015, Edward Fuglø hevur gjørt kápumyndina til føroysku útgávuna. Sonja Kjølbro hevur staðið fyri umbótingini. Tey hava vant saman í fleiri tímar næstan hvønn dag í mánaðir, men alt fær ein enda. Sangleikurin Feitar Tíðir hevði seinastu sýning sunnudagin. Bjørk Sigurdsdóttir Lamhauge, Ari Sondum og Jasmin Mote greiða frá, hvussu tað er at koma út í vanliga gerandisdagin eftir at hava verið so nógv saman. Yrkingasavnið Skriftstøð eftir Tórodd Poulsen og stuttsøgusavnið Albert eftir Arnbjørn Ó. Dalsgarð eru til viðgerðar. Trygvi Danielsen og Heðin M. Klein ummæla. Vit hitta stuttsøguhøvundan. Gestur í sendingini er danski rithøvundurin Siri Ranva Hjelm Jacobsen, sum fær góð skoðsmál í Danmark fyri fyrstu skaldsøguna, sum nemur við føroyska uppruna høvundans. Og so hitta vit fløguaktuellu Konni Kass við manning. Ein hægri myndugleiki eigur altíð at góðkenna millum annað nevndarsamsýningar. Tað siga løgtingsgrannskoðararnir um roknskapin hjá Búnaðargrunninum. Løgtingsgrannskoðararnir hava spurt landsstýrismannin, um hann veit, at stýrið í grunninum hevur hækkað sína egnu samsýning, og um stýrið eisini eigur at fáa fundarpengar. Stýrið hevur tí heimild til at áseta tær treytir, stýrið virkar undir, herundir sína egnu samsýning. Stýrislimirnir fáa ikki fundarpengar umframt samsýningina. Bústaðir og Realurin eru í somu støðu, og er samsýningin til stýrislimirnar í Búnaðargrunninum lutfalsliga lágt samanborið við hesar báðar, sigur landsstýrismaðurin. Løgtingsgrannskoðararnir halda tó framvegis, at tað er skeivt, at tey, sum umsita almennar pengar, kunnu játta til sín sjálvs. Tí eigur hægri myndugleika at góðkenna samsýningar. Smittuvandin er ikki stórur í Føroyum, men føroyingar, sum ferðast uttanlands, eiga at ansa sera væl eftir ikki at verða smittaðir við HIV. Jens Mortan Rasmussen mátti taka eina skjóta avgerð, og koyra til Klaksvíkar, eftir eitt óhapp í Æðuvík. Hann vildi hava at vita frá læknavaktini á Landssjúkrahúsunum, hvat hann skuldi gera, eftir at mamman var dottin í Æðuvík, har tey vóru farin at hyggja eftir jólabýnum. Í nógv ár hava landsstýrisfólk arbeitt við eftirskúla í Suðuroynni, uttan at nakar eftirskúli er komin. Núverandi landsstýriskvinna arbeiðir eisini við málinum. Landsstýriskvinnan arbeiðir við at skipa eftirskúlatilboð í norðari helvt í Suðuroynni, stendur í svari frá Mentamálaráðnum til Fíggjarnevndina. Tað varð einmælt samtykt mikukvøldið. Grótið skal leggjast eystan fyri verandi bryggju á Sundi, so tað verður eitt ídnaðarøki upp á 50.000 fermetrar. Loyvi er fingið frá Friðingarnevndini og Umhvørvisstovuni til útfyllingina, sigur býráðið. Møguleikin at brúka grótið til Eystaru bryggju, sum skal útbyggjast, var eisini uppi og vendi. Teir eystastu 150 metrarnir eigur Sundshagi uttari partur. Kostnaðarmetingin fyri arbeiðið, uttan leiðingar, instalatiónir og asfaltering, er 13,5 milliónir krónur. Sambandsflokkurin hevði fingið eitt tingfólk afturat, so flokkurin kom upp á sjey tingfólk, var løgtingsval nú, staðfestir veljarakanning hjá Gallup. Nýtt Sjálvstýri missir eitt tingfólk, og tað sama ger Miðflokkurin eisini, so teir báðir flokkarnir høvdu fingið eitt umboð í Løgtingið, var val nú. Veljarakanningin varð gjørd í døgunum frá 8. til 19. november. Til samans vórðu 521 fólk, eldri enn 15 ár, í Føroyum spurd í kanningini. Høgni Kunoy Dávason hevur lívshættisligu sjúkuna cystisk fibrose. Miðal livialdurin hjá teimum, sum hava cystisk fibrose er ikki høgur, og tí tekur 11 ára gamli drongurin omanfyri 160 tablettir um dagin. Men tað er eitt heilt serligt seiggj í Høgna. Hann hevur búð nógv ár í Singapore, tí pápin arbeiddi har. Har fekk Høgni svarta beltið í taekwondo, og stríðsítróttin hjálpir honum móti sjúkuni. Tá familjan flutti til Søldarfjarðar, stovnaði Høgni sítt egna taekwondofelag Hwarang Føroyar . Nú venur hann yvir 100 børn, ung og vaksin. Men sjúkan liggur sum ein støðug hóttan yvir familjuni, og tað elvir til strongd og ótta. Drongurin við svarta beltinum er ein hugtakandi søga um ein drong, sum hevur høg mál, egið felag og altjóða netverk. Samstundis liva hann og familjan í skugganum av eini eirindaleysari sjúku. Millum annað hevur stjórin á Landsverki játtað sær sjálvum 417.000 krónur til útbúgving hjá stjóranum sjálvum, sum grannskoðararnir siga. Løgtingsgrannskoðararnir halda, at avgerðin um at játta pengar til útbúgving hjá stjóranum skuldi verði tikin í samráði við aðalráðið, tí stjórin er í serligari støðu. Tað er við nógvum viðmerkingum, átalum og áheitanum um at fáa viðurskifti í rættlag, sum landsgrannskoðanin, privatir grannskoðarar og løgtingsgrannskoðararnir vísa á. Løgtingsgrannskoðararnir siga eisini, at Landsverk stendur fyri øllum byggingum hjá landinum, skrivar rokningar til byggikontur, og váttar og rindar sjálvt til sín sjálvs. Løgtingsgrannskoðararnir vísa á, at ein vandi kann vera í, at stovnar, sum umsita stórar játtanir, leggja fyrisitingarútreiðslur á hesar játtanir. Tað kann vera við til at fjala hækkandi fyrisitingarútreiðslur, og veruligi fyrisitingarkostnaðurin verður tá fjaldur fyri Løgtinginum. Løgtingsgrannskoðararnir nevna eisini, at Landsverk hevur rindað 400.000 krónur fyri ventilatión í bygningi, sum stovnurin leigar. Løgtingsgrannskoðararnir eru eisini misnøgdir við, at hvørki landsstýrismaðurin ella Landsverk hirða at svara Landsgrannskoðanini, ið spurdi um eina rokning upp á 65.000 krónur fyri a conto honorar. Annars hava løgtingsgrannskoðararnir mist tolið við landsstýrinum. Tey hava biðið Løgtingið heita á landsstýrið um at koma í Løgtingið við einari ítøkiligari ætlan um, hvussu viðurskifti, sum ár eftir ár eru umrødd í grannskoðanar frágreiðingum, verða rættað. Frágreiðingin hjá landsstýrinum skal siga, nær og hvussu viðurskiftini eru komin í rættlag, siga løgtingsgrannskoðararnir. Dømi eru um 15 ára gamlar reglur, sum tað almenna ikki virðir. Tað uppskotið er í Fíggjarnevndini. Mett verður at Francois Fillon, ið er valevni hjá konservativa republikanska flokkinum, hevur bestu møguleikarnar at vinna forsetavalið næsta ár. Í sjónvarpsrøðu til franska fólkið í gjárkvøldið segði Fran ois Hollande, at forsetaskeið hansara hevður verið avbjóðandi og sipaði til yvirgangsálopini í Nice í summar og í Paris í fjør. Men orsøkin til avgerðina um ikki at stilla uppaftur segði forsetin vera, at tað ikki hevur eydnast honum at minka arbeiðsloysið tað, hann hevði ætlað. Fyrstu viðmerkingarnar hjá eygleiðarum í Paris eru, at Fran ois Hollande hevur tikið eina djarva avgerð, tá hann ikki stillar uppaftur. Tí tað fer at gera tað lættari hjá einum hóvligum forsetavalevni at fáa nóg stóra undirtøku og vinna á høgrapolitikaranum Marine le Pen og flokki hennara, Front Nationale. Haraftrat er ósemja í sosialistiska flokkinum. Tað ger, at møguleikarnir hjá flokkinum, at gera seg galdandi til forsetavalið eru smáir eisini um talan var um eitt annað valevni enn Fran ois Hollande. Endamálið við vakmyndatólunum er, at tey skulu vera fyribyrgjandi, soleiðis at fólk ikki gera seg inn á jólatrø og jólabýir hjá kommununi. Talan er um eina sjálvvirkandi skipan. Hendir nakað revsivert, hevur løgreglan heimild at síggja upptøkurnar á staðnum og uppklára lógarbrot. Vakurleiki.fo er ein nýggj síða við greinum, filmsbroum og ljóðbrotum. Tað er 20 ára gamla Dina Jensdóttir Bech, sum umsitur síðuna, har hon ynskir at boða kristna boðskapin út. Eitt dømi er, at Landssjúkrahúsið við ársenda 2015 skyldaði 22 milliónir krónur í starvsfólkakostnaði. Tær milliónirnar eru ikki skrásettar í fíggjarstøðuni hjá sjúkrahúsinum. Sambært Fíggjarmálaráðnum er eingin semja enn um yvirtíðina, sum yvirlæknarnir á Landssjúkrahúsinum eiga til góðar. Tí er eingin játtan í fíggjarlógini fyri 2017 til hesa yvirtíðina, sum ósemja er um. Stjórnarskipanin skal fyri Løgtingið fyri jól, og longu næsta ár verður fólkaatkvøðu um okkara komandi grundlóg. Verður tað til nakað Heilsutrygd er farin at kanna, hvussu tað bar til, at Jens Mortan Rasmussen ikki fekk læknavaktina á Landssjúkrahúsinum at svara, hóast hann ringdi til nummar 1870 í næstan ein tíma. Tað sigur John D. Olsen, fulltrúi á Heilsutrygd, sum umsitur kommunulæknaskipanina og sostatt eisini læknavaktina á Landssjúkrahúsinum. Verandi telefonskipanin hjá læknavaktini varð sett í verk fyri einum ári síðani, og hetta er fyrstu ferð, at Heilsutrygd hevur fingið boð um, at fólk eru tveitt aftur og fram í skipanini, uttan at nakar tekur telefonina. John D. Olsen vildi ikki gera samrøðu um málið hósdagin, tí hann hevur ikki havt møguleikar til at kanna viðurskiftini, sum Jens Mortan Rasmussen nevndi. Men tað ætlar hann at gera í dag. Jens Mortan Rasmussen ringdi til læknavaktina á Landssjúkrahúsinum, men eingin svaraði telefonini, segði hann við útvarpið í gjár. Ístaðin fyri at halda leiðina fram til Havnar, tá hann kortini ikki fekk fatur á læknavaktini, gjørdi Jens Mortan Rasmussen av at koyra til Klaksvíkar Sjúkrahús ístaðin, og tað var ein røtt avgerð, sigur hann. Nógvar royndir eru gjørdar. Tann seinasta fór fyri bakka í gjár, tá tey Vinstru grønu og Sjálvstæðisflokkurin komu til tað úrslit, at ov langt er millum flokkarnar. Fýra aðrir flokkar, Piratarnir og teir smáu, hava eisini roynt. Teir ætlaðu at fáa tey Vinstru grønu við, men tað gekk heldur ikki. Altingið kemur saman týsdagin. Vit hoyra 6. part av jólakalendaranum Eg sá ein eingil. Elin á Rógvi skrivaði og legði til rættis. Jón Svein Heinesen og Finnur Hansen stóðu fyri tí tekniska. Vit hoyra 8. part av jólakalendaranum Eg sá ein eingil. Elin á Rógvi skrivaði og legði til rættis. Jón Svein Heinesen og Finnur Hansen stóðu fyri tí tekniska. Vit hoyra 9. part av jólakalendaranum Eg sá ein eingil. Elin á Rógvi skrivaði og legði til rættis. Jón Svein Heinesen og Finnur Hansen stóðu fyri tí tekniska. Vit hoyra 10. part av jólakalendaranum Eg sá ein eingil. Elin á Rógvi skrivaði og legði til rættis. Jón Svein Heinesen og Finnur Hansen stóðu fyri tí tekniska. Vit hoyra 11. part av jólakalendaranum Eg sá ein eingil. Elin á Rógvi skrivaði og legði til rættis. Jón Svein Heinesen og Finnur Hansen stóðu fyri tí tekniska. Vit hoyra 12. part av jólakalendaranum Eg sá ein eingil. Elin á Rógvi skrivaði og legði til rættis. Jón Svein Heinesen og Finnur Hansen stóðu fyri tí tekniska. Vit hoyra 13. part av jólakalendaranum Eg sá ein eingil. Elin á Rógvi skrivaði og legði til rættis. Jón Svein Heinesen og Finnur Hansen stóðu fyri tí tekniska. Vit hoyra 14. part av jólakalendaranum Eg sá ein eingil. Elin á Rógvi skrivaði og legði til rættis. Jón Svein Heinesen og Finnur Hansen stóðu fyri tí tekniska. Vit hoyra 15. part av jólakalendaranum Eg sá ein eingil. Elin á Rógvi skrivaði og legði til rættis. Jón Svein Heinesen og Finnur Hansen stóðu fyri tí tekniska. Longu sum heilt ungur fór Finnbogi Ísakson at yrkja. Hann yrkti fyrsta V4 táttin í 1970. Vit fara í sendingini at hoyra tættir, Finnbogi hevur yrkt. Í fyrstu sendingini hoyra vit millum annað Finnboga Ísakson greiða frá um tíðina á VBV, og tá ið hann byrjaði at arbeiða í útvarpinum. Vit hoyra eisini Árna Absalonsen og Marius Rein siga frá um Finnboga. Lagt til rættis Tórður Johannesarson. Í dag senda vit aðru sendingina um táttaskaldið, Finnboga Ísakson, her serligur dentur verður lagdur á tættir frá 1970, tá ið Finnbogi byrjaði at yrkja til V4. Finnbogi Ísakson var sera virkin sum táttaskald hetta árið. Hann fer at siga frá um politikk og nýggja ættarliðið í politikki 1970 1974. Vit hoyra eisini Árna Absalonsen og Marius Rein siga frá um Finnboga Ísakson. Lagt til rættis Tórður Johannesarson. Vit hoyra 16. part av jólakalendaranum Eg sá ein eingil. Elin á Rógvi skrivaði og legði til rættis. Jón Svein Heinesen og Finnur Hansen stóðu fyri tí tekniska. Vit hoyra 18. og seinasta part av jólakalendaranum Eg sá ein eingil. Elin á Rógvi skrivaði og legði til rættis. Jón Svein Heinesen og Finnur Hansen stóðu fyri tí tekniska. Raksturin hjá Tórshavnar kommunu 2017 er 704 milliónir krónur, sæst í tíðindskrivi, sum Heðin Mortensen, borgarstjóri hevur sent út. Hvør verður lagnan hjá polartoskinum og øllum hinum møguligu fiskastovnunum, tá ísurin við Norðpólin bráðnar, og íshavið ikki longur er hóskiligt navn Fjórða samráðingarumfar um tann spurningin er júst liðugt. Ein rúgva av londum hava verið umboðað á Hotel Føroyum seinastu tríggjar dagarnar, har telvað hevur verið um, hvør skipan skal galda fyri tilfeingið undir skjótt bráðnandi ískápuni har norðuri. Tey 11 londini mugu undir eitt fimta umfar, sum verður í mars. Arbeitt verður við ætlan um, at Bústaðir skulu yvirtaka Næmingaheimið undir Fjalli eftir áheitan frá nevndini, sum eru er sjálvsognarstovnur. Nevndin fyri heimið hevur tikið hetta stigið, tí fíggjarstøðan er so vánalig. Bygningurin krevur stórar ábøtur, og peningur er ikki til viðlíkahald. Í løtuni byggja Bústaðir lestraríbúðir í fyrrverandi Kommunuskúlanum í Havn, men í løtuni eru ongar ítøkiligar ætlanir um at byggja aðrar lestraríbúðir ella næmingaheim. Uppskotið um føroyska Váðaráðið var ikki búgvið, tá tað kom í Løgtingið. Tað hevur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, fingið at vita frá Landsstýrismálanevndini í dag. Landsstýrismálanevndin hjá Løgtinginum ger annars ikki meira við Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, sum varð løgd undir at halda aftur upplýsingum fyri Løgtinginum. Upplýsingarnar vóru longu tøkar í summar, tað er áðrenn uppskotið um Váðaráðið kom í Løgtingið, sigur formaðurin í nevndini, Bárður Kass Nielsen. Maria Tórgarð viðurkennir, at nógv fólk manglaðu í framleiðsluni, men tíbetur vóru góð fólk, sum kundu traðka til, tá brúka var fyri tí. Tí gekk tað kortini. Vit eru bæði listafólk, og tí arbeiða vit rættiliga væl saman. Hóast vit kunnu hava okkara stríð heima, so duga vit at leggja tað til viks, tá vit eru til arbeiðis, sigur hon. Áfturáaftur hesiferð nemur við sendingina um Høgna Kunoy Dávason í Søldafirði, um norðurlendskan samleika og norðurlendskar pengar og um A.P. Møller pengar til Føroya. So er spurningurin, um hetta er góð ella vánalig list, men Kinna heldur eisini, at tað hevur týdning, at børn hava okkurt at undrast yvir. Tá hon gekk í Eysturskúlanum plagdu tey at undrast yvir og práta um málningarnar hjá Ingálvi av Reyni, sum tey hildu vera nokkso maksuttar. Hvørja list okkum dámar er líka persónligt, sum hvat okkum dámar av páleggi upp á breyð, sigur Rebekka Eliasen, skrivari í Norðanlotinum. Hon heldur, at har eru óendaliga nógvar listagreinar, men tað er tað, sum ger list so góða. Listafólkini í panelinum hava ikki tað sama sjónarmiðið, tá tey tosa um list. Onkur metir, at alt kann vera list, men onkur annar er meira kritiskur. Hoyr hvat tey ymisku listafólkini hava at siga um list. Í Smiðjuni á Trøllanesi gera tey stakar, knagar, rekverk og annað úr jarni. Av tí, at hetta er nokkso serstakt, heldur Jóhannus, at tað er list. Torført er at nevna allar bólkarnar, ið list fevnir um. Vit flyta okkum frá jarni til sminku, og vit hava mannað eitt panel við føroyskum listafólkum, ið práta um, hvat list er. Landsverk fær hvassar atfinningar í frágreiðingini hjá landsgrannskoðanini, tí stjórin hevur játtað sær sjálvum 417.000 krónur fyri eina leiðsluútbúgving. Í juni 2016 hevur landsstýrismaðurin svarað Landsgrannskoðanini, at stjórin á Landsverki hevur ræðisrættin til rakstrarjáttanina, eins og allir aðrir stjórar landsins. Eisini vísir hann á, at tað eru ávísar útreiðslur knýttar at stjórastarvinum, og tað, at stjórin tekur eina leiðsluútbúgving gagnar Landsverki, ið hevur eitt sera umfatandi virksemi . Fyri løgtinginum segði Henrik Old, at hann avgjørt ikki heldur, at stjórin á Landsverki hevur handfarið rokningina uppá 417.000 krónur ræt Týska blaðið Spiegel hevur fingið út við 20 milliónir loyniligar sáttmálar, rokningar, teldupostar og annað frá varskógvarum úr fótbóltsheiminum, og hevur skipað samstarvið millum fjølmiðlarnar, sum byrjaði við avdúkingini av pengunum, sum Ronaldo hevur fjalt. Hetta eru pengar, sum í høvuðsheitum stava frá lýsingarinntøkum. Ronaldo lýsir millum annað fyri Nike og Armani, og tjenti frá 2009 til 2014 yvir eina milliard krónur upp á sponsoravtalur. Føroyar boðaðu í 2013 frá, at vit ikki longur góðtaka gamla býtið, sum gav Føroyum 5,16 prosent. Síðan hava Føroyar einvíst ásett sína kvotu, og í ár varð hon góð 17 prosent av tilmælinum hjá ICES. Noreg átti 61 prosent av heildarkvotuni, men landið heldur seg hava rætt til ein munandi størri part, og fyri 2017 hevur norski fiskimálaráðharrin, Per Sandberg, hækkað kvotuna til 67 prosent. Hini strandalondini, sum eru Russland, Ísland, Føroyar og ES hava ikki enn boðað frá, hvussu stóra kvotu tey fara at áseta sær í 2017. Tað er niðurstøðan hjá Jóhannes Petersen í Syðrugøtu, sum sunnukvøldið 6. november hevði tørv á at fáa eina sproytu fyri stívkrampa, eftir at hann var bitin av einum hundi. Hann starvast hjá Eysturkommunu, og tað kvøldið bað løgreglan hann fara eftir einum hundi, sum var meldaður fleiri ferðir. Tað var tá hann tók hundin, at hann varð bitin. Jóhannes Petersen ringdi tí 1870 , sum er læknaviðtalan á Landssjúkrahúsinum, og 112 , sum er løgreglan. Hann fekk tó ikki samband við nakran á 1870 . TAKS játtaði á sumri 2015 Eik umleið 90 milliónir krónur í skattafrádrátti. TAKS fór tó at viðera málið av nýggjum, tá Fíggjarligt Støðufesti 29. januar 2016 boðaði TAKS frá, at avgerðin var tikin á skeivum grundarlagi. Á fundi 25. mars 2015 samtykti stýrið, at fundarsamsýningin skuldi broytast soleiðis, at formaðurin fær 10.000 krónur um mánan, næstformaðurin fær 7.500 krónur um mánan, og at aðrir stýrislimir fáa 5.000 krónur um mánaðin. Hetta átala løgtingsgrannskoðararnir í síni seinastu frágreiðing, tí teir halda, at tað er skeivt, at umsitarar av almennum pengum játta pening til sín sjálvs. Løgtingsgrannskoðararnir hava spurt, um Høgni Hoydal, landsstýrismaður í landbúnaðarmálum, er kunnaður um, hvør orsøkin er til at samsýningin til nevndina er hækkað. Men hann viðmerkir tó, at tveir aðrir føroyskir grunnar eru, hvørs virksemi er sambæriligt við tað hjá Búnaðargrunninum. Hesir eru Bústaðir og Realurin, og er samsýningin til stýrislimirnar hjá Búnaðargrunninum lutfalsliga lágt sett í mun til hesar. Í stýrinum sita Magnus S. Petersen, formaður, Eynar Martin Kjærbo, næstformaður, Niels Th. Pedersen, Rannvá B. Magnussen og Una Joensen. Tað er ikki bara Bakkafrost, sum hevur havt eitt gott ár. Alifyritøkurnar seta sum heild met á partabrævamarknaðinum í Oslo í 2016. Í miðal virði á partabrøvum innan alivinnuna vaksin við 52 prosentum í 2016, skrivar norska blaðið Finansavisen. Góði gongdin hjá Bakkafrost merkist eisini hjá eigarunum. Í 2013 útlutaði Bakkafrost 220 milliónir í vinningsbýtið, í 2014 293 milliónir krónur og í fjør 403 miliónir krónur. Piratflokkurin, sum nú hevur fingið litið upp í hendur at skipa stjórn í Íslandi, fer at fyrireika seg væl, áðrenn farið verður undir veruligar samráðingar við hinar flokkarnar. Morgunblaðið skrivar, at Piratflokkurin hevur brúkt vikuskiftið til at seta seg inn í mannagongdir og fyrireika, hvussu farast skal fram. Smári McCarthy, tingmaður, sigur við Morgunblaðið, at ongar samráðingar verða við aðrar flokkar fyrr enn í morgin, men hann sigur, at óformligt samskifti kanska verður seinni í dag. Eftir at bæði formaðurin í Sjálfstæðisflokkinum, Bjarni Benediktsson, og forkvinnan hjá teimum Vinstru Grønu, Katrin Jakobsdóttir, vórðu givin við sínum royndum at skipa stjórn, segði forsetin, Guðni Jóhannesson, at nú stóð tað flokkarnar sjálvar at finna eina loysn. Tað eydnaðist heldur ikki, og fríggjadagin heitti forsetin á Piratarnar, sum er triði størsti flokkur í altinginum, um at gera eina roynd at skipa stjórn. Í gjárkvøldið eydnaðist tað stjórnarflokkunum, Høgra og Framburðsflokkinum, at semjast við báðar stuðulsflokkarnar, Vinstra og Kristiliga fólkaflokkin, um fíggjarlógina næsta ár. Sambært semjuni, sum nú er gjørd, hækkar avgjaldið á bensini 15 oyru og á dieselolju 35 oyru, og almenna ferðslan fær eisini størri játtan. Annita á Fríðriksmørk, samgongutingkvinna í Tjóðveldi, hevur boðað frá einum skrivligum fyrispurningi til Poul Michelsen, landsstýrismann í uttanríkismálum. Hon spyr, hvørja viðmerking landsstýrismaðurin hevur til niðurstøðuna hjá formansskapinum í Norðurlandaráðnum um ikki at geva Føroyum fullan limaskap í norðurlendska samstarvinum, og hvat hann ætlar at gera við svarið. Annita á Fríðriksmørk spyr eisini, um tað er uttanríkispolitiska heimildarlógin, sum er ein av høvuðsorøkunum til politisku støðuna, vit enn einaferð eru endað í. Hóast vit vit hava fingið krakk frá formansskapinum í Norðurlandaráðnum, heldur Annita á Fríðriksmørk, at vit eiga at bjóða okkum fram sum formansland í Norðurlandaráðnum. Vit kundu kanska saman við Grønlandi og Álandi átt formannin í ráðnum og teimum nevndum, sum eru viðkomandi fyri Føroyar. Tá kundu vit verið vertur fyri Norðurlandráðsfundinum sætta hvørt ár. Tað hevði givið okkum ein pall í altjóða rúminum, har vit kunnu standa á odda og og varpa serligt ljós á øki, sum eru viðkomandi fyri Føroyar, sigur Annita á Fríðriksmørk í viðmerkingunum til fyrispurningin. Samgonguflokkarnir í fíggjarnevndini taka undir við uppskotinum hjá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, um at seta part av avlopi landskassans í Búskapargrunnin. Umframt serinntøkur skulu 20 prosent av avlopi landskassans, sum er millum 0 og 200 milliónir krónur, setast í grunnin. Og Búskapargrunnurin skal eisini hava helvtina av avlopinum, sum er oman fyri 200 milliónir krónur Samgonguflokkarnir halda, at útgjaldsskipanin eigur at verða greinað nærri. Tað eigur at verða gjørt beinanvegin, soleiðis at ein dagførd skipan kann verða viðgjørd sum skjótast. Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Miðflokkurin vísa á, at næsta ár skal landið innloysa lánsbrøv fyri eina milliard og 360 milliónir krónur, og neyðugt verður at endurfíggja ein part av hesi skuldini. Andstøðuflokkarnir halda, at vit eiga at gjalda skuld niður til tess at styrkja samfelagið, tí so leingi peningur verður savnaður saman í grunn, er nógv størri vandi fyri, at politikarar brúka hann, enn um peningurin verður brúktur at gjalda skuld. Teir mæla í staðin til at samansjóða lógina um minsta innlán landskassans við lógina um Búskapargrunnin soleiðis, at vit altíð hava eina upphædd tøka at tryggja raksturin av samfelagnum, um brotasjógvar koma. Navnið Skopun kemur fyrstu ferð fyri í Finnbogarímu um Finnboga og Álv bónda. Spurningurin er kortini, um ríman innihaldsliga hevur nakað við Skopun at gera. Niðursetumenninir Jóhan Hendrik Poulsen úr Sakrastovu í Hesti og Mikkjal Jacobsen undan Skarði á Sandi bygdu í Skopun í 1833. Jóhan Hendrik var tann fyrri at festa búgv. Triði niðursetumaðurin var Johannes Jensen, Dímunar Jóannes. Mikkjal datt oman í 1846, og tá kona hansara flutti av bygdini, tók Petur Hentze, abbasonur próst Hentze, við teirra húsi. Tað var í allar mátar eitt hart hoyggj at vera niðursetufólk í Skopun. Tað sigur ein samd rættarnevnd í álitinum til uppskotið hjá formansskapinum um at góðkenna frágreiðingina hjá umboðsmanninum fyri 2015. Rættarnevndin heldur, at viðgerðin í rættarnevndini av frágreiðingini frá umboðsmanninum, og í løgtinginum yvirhøvur, eigur at vera á einum yvirskipaðum stigi. Tí eigur løgtingið ikki at fara upp í viðgerðina av einstøkum ítøkiligum málum. Annars kann tingið órógva og sáa iva um mannagongdir og avgerðir hjá umboðsmanninum, sigur rættarnevndin. Formansskapurin í løgtinginum avgjørdi í summar, at ársfrágreiðingarnar hereftir skulu leggjast fyri tingið sum uppskot til samtyktar. Eftir fyrstu viðgerð skulu tær beinast í rættarnevndina. Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, vil hava at vita frá nýggja uttanríkisráðharranum í donsku stjórnini, Anders Samuelsen, hvat hann heldur um føroyska ynskið at fáa endurskoðað uttanríkispolitisku heimildarlógina. Higartil hevur danska stjórnin havt ta støðu, at Føroyar og Grønland í altjóða felagsskapum noyðast at tosa við einari rødd, eisini tá londini eru ósamd. Grundgevingin er, at Danmarkar ríki kann ikki býtast sundur, og at tey, sum formliga umboða ríkið í uttanríkispolitikki, mugu mæla somu tungu. Í felagsskapinum NEAFC, sum umsitur fiskastovnarnar í útnyrðingspartinum av Atlantshavi, umboða Føroyar og Grønland í felag formliga Danmarkar ríki. Men í NEAFC umboðar ES Danmark. Sjúrður Skaale spyr eisini Anders Samuelsen, hvørja støðu uttanríkisráðharrin hevur, tá ið ræður um føroysk viðurskifti í samráðingunum við Bretland um Brexit, og hvussu hann fer at arbeiða fyri føroysku áhugamálum í hesum sambandi. Fólkatingsmaðurin vísir á, at í nýggja samgonguskjalinum millum Vinstraflokkin, Konservativa flokkin og Liberal Alliance verður sagt, at stjórnin fer at arbeiða fyri áhugamálum hjá ríkisfelagsskapinum, eisini føroyskum og grønlendsku áhugamálum, tá samráðst verður um Brexit. Uttanríkisráðharrin verður eisini spurdur, hvørja støðu danska stjórnin hevur til føroysk viðurskifti í sambandi við Arktis, og møguleikarnar fyri at fáa altjóða fyritøkur at gera íløgur har. Fólkatingið fer í morgin at hava orðaskifti, í sambandi við at nýggj stjórn er skipað, og tá verða hesir spurningar eisini umrøddir, sigur Sjúrður Skaale. Hetta er gransking, sum eisini kann vera við til at flyta føroyskan fótbólt, sigur Magni Mohr, sum er verkætlanarleiðari á vísindaligu kanningini. Høgrasinnaða forsetavalevnið í Eysturríki, Norbert Hofer, hevur viðgingið, at hann hevur tapt forsetavalið, hóast allar atkvøðurnar ikki eru taldar. Kæru vinir, eg sigi tykkum takk. Tit hava stuðlað mær væl, og eg eri sera harmur um , at tað ikki eydnaðist. Eg ynski Alexander Van der Bellen til lukku, og heiti á allar eysturríkarar um at standa saman. Vit eru øll eysturríkarar, sama hvat vit hava valt, skrivar Norbert Hofer á Facebook. Men valstaðarkanningar vísa, at hitt valevnið, Alexander Van der Bellen úr Grøna flokkinum fær 53,6 prosent av atkvøðunum, og Norbert Hofer úr Frælsisflokkinum fær 46,4 prosent. Er úrslitið eftirfarandi, er tað onnur ferðin í ár, at Van der Bellen fær flestar atkvøður á forsetavali í Eysturríki. Tað gjørdi hann eisini á valinum í mai, men tað varð ógildað. Meginfelagið hjá fyritøkum í íslendsku fiskivinnuni, SFS, hevur gjørt ein samandrátt av frágreiðingini Ein nýggj og varandi fisk vinnu skip an fyri Føroy ar hjá nýskipanarbólkinum hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, og umsett hann til íslendskt. Heiðrún Lind Marteins dótt ir, stjóri í SFS, sigur við Morgunblaðið, at fiskidagskipanin í Føroyum er ikki lønandi og hon ger ikki, at fiskurin verður gagnnýttur. Eitt formligt samstarv millum øll aðalráðini er neyðugt, so allur breksáttmálin, og ikki bara partar av honum, verða settir í verk í Føroyum. Sambært galdandi reglugerð fyri Ráð teirra brekaðu, skal ráðið geva landsstýrinum ráð í øllum almennum málum, sum hava týdning fyri viðurskiftini hjá brekaðum í Føroyum. Italski forsætisráðharrin, Matteo Renzi, hevur boðað frá, at hann leggur frá sær, eftir at hann tapti fólkaatkvøðuna í gjár um broytingar í stýrisskipanini Matteo Renzi setti sína vón á, at italsku veljararnir fóru at taka undir við ætlaðu broytingunum, men úrslitið var, at ein stórur meiriluti var ímóti. Avgerðin hjá Renzi um at leggja frá sær, fekk evruna at falla í virði mótvegis amerikanska dollaranum. Tað kemur illa við hjá italsku bankunum, ið eru hart kroystir, og hava tørv á pengum. Undan fólkaatkvøðuni høvdu fleiri búskaparfrøðingar gjørt greitt, at um Renzi tapti fólkaatkvøðuna, so fór tað at gerast torført hjá bankunum at fáa pengar frá íleggjarum. The Guardian skrivar, at 59,3 prosent av veljarunumatkvøddu ímóti og 40,7 prosent atkvøddu fyri. Enn eru ikki allar atkvøðurnar hjá italienarum, ið búgva uttanlands, taldar upp. Nývaldi eysturríkski forsetin, Alexander Van der Bellen, sigur, at orsøkin til at hann vann valið ímóti tí høgravenda Norbert Hofer, kom av, at veljararnir tóku undir við hansara boðskapi um frælsi, at fólk eru eins og samanhaldi. Bellen sigur seg fara at royna at savna landið, sum mestsum er í tvíningum í spurninginum um flóttafólk og í spurninginum um Europeiska Samveldið. Roknað varð við, at valið fór at gerast meira spennandi enn tað gjørdist, og valhølini høvdu ikki meir enn latið aftur, tá Norbert Hofer boðaði frá, at hann hevði tapt. Forsetin í Europatinginum, Martin Schulz, hevur ynskt Van der Bellen tillukku við valinum. Hann sigur samstundis, at úrslitið gjørdist ein ósigur fyri tey sum sáða iva um eitt sameint Evropa. Forsetaval var eisini í Eysturríki í mai, og tá vóru valevnini tey somu, og tað stóð mestsum á jøvnum. Av tí at nakrar brævatkvøður vórðu lætnar upp ov tíðliga, gjørdi grundlógardómstólurin av, at nýtt forsetaval skuldi vera. Í ár er tað næmingar úr 8. flokki í Hvalbiar skúla, sum hava gjørt bindibókina. Bókin inniheldur sjálvandi bindiuppskriftir, men har er eisini nógv annað áhugavert tilfar at lesa, siga Lea Næss, næmingur í 8. flokki og Óli Johannesen, lærari Møðgurnar vilja tí bjóða stakari mammu ella pápa, við ella uttan børnum, at halda jól. Jólini verða hildin á Eiði, har sonur Liljuna býr. Um viðkomandi hevur brúkt fyri at verða koyrdur aftur og fram, er tað eingin trupulleiki siga tær báðar, sum eru spentar at vita, um onkur fer at taka av. Í kvøld hoyra vit millum annað nú spæla Vestmenn ein vals við Vestmonnum, Dansevise við Kristian Rusbjerg og Søren Brix. Lagt til rættis Hanna og Terji Jakobsen. Landsverk hevur gjørt ein sokallaðan tvey minus ein veg fram við sandinum í Hvalba. Vegurin, sum er 630 metrar, var liðugur fríggjadagin. Vegurin, sum er tann fyrsti av sínum slagi í Føroyum, er øðrvísi, tí onnur koyribreytin verður tikin til gongubreyt og súkklubreyt. Bara ein breyt er til bilarnar, sum koyra á miðjum vegnum. Koyribreytin er sjónliga smalkað við breiðari kantstriku á báðum síðum. Kemur mótkoyrandi ferðsla, kunnu bilarnir fara um brotnu kantstrikuna fyri at sleppa fram við hvørjum øðrum. Annars eru báðar síðurnar á vegnum ætlaðar fólki til gongu ella á súkklu. Ætlar tú tær at fáa eyguni kannað, noyðist tú at bíða eitt ár og tveir mánaðir eftir at fáa viðtalutíð. Hevur tú tørv á skurðviðgerð, mást tú bíða átta mánaðir. Skalt tú hava viðgerð í eygnalokunum, mást tú bíða eitt ár. Skalt tú til eina vanliga eygnakanning, noyðist tú at bíða upp í fjúrtan mánaðir. Í hvørjum einstøkum føri verður altíð mett um støðuna hjá sjúklinginum, upplýsir Landssjúkrahúsið. Er støðan bráðfeingis, sleppur sjúklingurin framat beinanvegin. Menningin innan onlinetænastur heldur fram. Áðrenn 2017 er liðugt, skalt tú kunna gjalda við eini andlitsmynd av tær sjálvum, skrivar finans.dk . Fyritøkan ætlar, at tú skalt kunna gjalda við nýggju tøknini, Mastercard ID Check, ið kennir andlitið hjá tær aftur heldur enn við gjaldskorti. 83 prosent av brúkarunum gloyma eitt av mongum loyniorðum eftir einari viku, og tað royna vit at loysa, sigur Christophe Zehnacker frá Mastercard sambært finans.dk Mastercard hevur áður tosað um nýggju tøknina, men hetta er fyrstu ferð, at fyritøkan hevur sett eina nærri dagfesting á, nær nýggja tøknin verður klár. Føroysku peningastovnarnir arbeiða í løtuni við at seta eina aðrari skipan, MobilePay, so tú kanst gjalda við fartelefon í handlum og nethandlum, í verk í Føroyum. Ein starvsfelagi spyr, um tað er í lagi, at fólk, sum eru sjúkrameldað frá arbeiði, fara at ferðast. Ein mamma spyr um ráð, tí 16 ára gamli sonurin nærum bara situr framman fyri telduni. Nær verður nógv ov nógv Bergur Debes Joensen, Miriam Nolsøe Johannesen og Katrin Kallsberg eru í útvarpsstovuni. Handilsmaðurin Hilmar Nielsen veit alt sum vert er at vita um Saltangará, og hann hevur serligan áhuga fyri upprunanum til navnið. Bygdin hevur eisini verið rópt í Heiðunum. Saltangará eru teir gomlu torvheiðarnir hjá glyvramonnum og grannabygdin Runavík eru teir gomlu torvheiðarnir hjá toftamonnum. Tað besta Sunneva Dalsgaard Hansen veit er, at fara á flot saman við manninum Jógvani, sum er barberur og í mong ár hevur havt klippistovu á Høgabóli, har menn úr allari oynni koma at klippa sær. Báturin hjá teimum er helvt um helvt fiskibátur og stuttleikabátur. Nógvir russiskir trolarar koma til bryggju í Saltangará at umskipa veiðuna og taka nýtt tilfar. Eli Lassen, stjóri á Atlantic Supply Base, sigur, at russararnir geva eitt gott íkast til plássið. Ungu hjúnini Jona og Ólavur Thune og døturnar Jenny og Ida búgva á Hjallavegi, sum er í einum spildur nýggjum býlingi í Saltangará. Genturnar gera nógvan fimleik. Ólavur fekk nýtt hjarta fyri átta árum síðani og hevur eitt gott lív í dag. Hann møtir til arbeiðis klokkan fimm hvønn morgun og koyrir bakaravørur út kring landið. Jona arbeiðir á Apotekinum í Klaksvík og har dámar henni væl. Ísland liggur langt aftanfyri onnur Norðurlond, tá talan er um at gera íløgur í heilsuverkið. Svøríki liggur í hinum endanum í toppinum. Í 2014 brúktu íslendingar 8,9 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni til heilsuverkið. Onnur lond í norði brúktu úr 9,3 upp í 11,2 prosent til heilsuverkið tað árið. Leggjast skal til merkis, at íløgur í heilsuverkið er lítið broyttar síðani 2010, tá tær vóru 8,8 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni. Tí varð eisini hildið, at talið fór at liggja har á leið. Eg haldi, at fólk mugu finna ein máta at býta køkuna soleiðis, at størri partur og sostatt fleiri pengar verða játtaðir heilsuverkinum, sigur stjórin á Landspítalinum, Páll Matthíasson. Ongastaðni er Ísland í verri støðu, tá vit samanbera okkum við heilsuverkið í OECD londunum, enn tá talan er um at gera íløgur í heilsuverkið. Vit liggja niðast saman við Meksiko. Tað sigur stjórin á Landspítalinum. Undan valinum í Íslandi 29. oktober, tosaðu øll valevni um, hvussu neyðugt tað var at hækka játtanina til heilsuverkið. Tí heldur íslendski sjúkrahússtjórin, at vón er fyri framman. Hægri játtan má til, og tað ljóðar, sum um hvør einasti politikkari er samdur, sigur Páll Matthíasson. Í sendingini verður prátað við Ingun Gaardbo, depilsleiðara á medisinøkinum, Hans Jákup Simonsen, formann í Yvirlæknafelagnum og Marin Vang, fyrrverandi sjúkrarøktarstjóra. Fiskaaling er til reiðar at framleiða yngul til alivinnuna, men alivinnan sjálv eftir loyvi frá myndugleikunum at ala rognkelsi, og tí er Fiskaaling eisini í bíðistøðu, um farast skal víðari við yngulframleiðsluni. Landsstýrið hevur selt Kommandørhúsini Yviri við Strond í Havn fyri 4 milliónir og 450.000 krónur , 50.000 krónur oman fyri prísin, sum landsstýrið vildi hava. Tá Færøernes Kommando varð niðurløgd, fekk landsstýrið húsini fyri einki, tó við teirri treyt, at danski staturin skuldi fáa helvtina av søluupphæddini, vórðu tey seld fyri 2018. Og har verður lógaruppskotið eina løtu enn. Vinnunevndin hevur fingið longri tíð at viðgera uppskotið, tí nevndin hevur fingið at vita, at uppskotið skal broytast. Talan er um lógina, sum gav landsstýrinum loyvi til at selja makrel, norðhavssild, svartkjaft og botnfisk í Barentshavinum á uppboðssølu. Í lógaruppskotinum, sum er um 2017, eru somu heimildir og somu gjøld, sum eru í lógini fyri 2016, hóast landsstýrið ikki hevði avgjørt, hvørjar serligar treytir vera næsta ár, tá lógaruppskotið kom. Men lógaruppskotið er ein fylgilóg hjá fíggjarlógini. Tí var neyðugt at leggja tað fram sama dagin sum uppskotið um fíggjarlógina fyri 2017 varð lagt fram. Tað varð gjørt av fíggjarlógartekniskum orsøkum, tí tað krevur játtanarskipan landsins. Tað skuldi tí bara verið avgreiðsluspurningur hjá Vinnunevndini. Men so er ikki. Nú hevur nevndin fingið at vita, at uppskotið skal broytast Samgongan fer at viðgera veiðigjøld og møguliga uppboðssølu næsta ár, tá nevndin, sum varð sett at gera tilmæli um nýggja fiskivinnuskipan, er liðug. Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður, í viðmerkingunum um lógaruppskotið, sum kom 30. september. Nevndin var liðug 3. oktober. Tað sæst ikki í skjølunum hjá Vinnunevndini, sum eru almenn, um Fiskimálaráðið nú er liðugt at eftirmeta uppboðssølurnar og veiðigjøldini í ár og hevur gjørt uppskot um, hvussu verður næsta ár. Men Vinnunevndin hevur fingið at vita, at fíggjarlógartekniska uppskotið, sum hon fekk eftir fyrstu viðgerð 18. oktober, skal broytast. Bara hetta seinasta árið hava turkiskir myndugleikar, sambært nýggjari frágreiðing, rikið burtur meira enn hálva millión fólk frá húsi og heimi í landssynningspartinum í Turkalandi. Fólk er noydd úr húsum sínum við valdi, sum partur av kollektivari revsing. Í frágreiðingini verður serligur dentur lagdur á býarpartin Sur í kurdiska býnum Diyarbak r. Bara í Sur eru 24.000 fólk farin frá húsi og heimi seinasta árið. Orsøkin er í mestan mun, at tey høvdu útgonguforboð, sum myndugleikarnir høvdu sett í verk, metir frágreiðingin. Nógvir samanbrestir hava verið millum forbodna Kurdiska Arbeiðaraflokkin, PKK, og turkiskar stjórnardeildir síðani 2015, tá tvey ára langa vápnahvíldin varð brotin. Í mars í ár ognartóku turkiskir myndugleikar meginpartin av jørðini í Sur, stendur í frágreiðingini. Samstundis eru rættindini hjá fólkum, ið eru rikin á dyr at venda heimaftur, í stórum vanda. Fólkini eru í vanda orsakað av útgonguforboði, oyðiløgdum infrastrukturi og at hús og bygningar eru rivin niður, skrivar Amnesty International. Tí er stjórnin hjá Framsóknarflokkinum og Sjálvstæðisflokkinum framvegis starvsstjórn. Í løtuni royna allir hinir flokkarnir uttan teir báðir at skipa stjórn. Tað sigur Birgitta Jónsdóttir, forkvinna í tingbólkinum hjá Piratunum, við íslendska kringvarpið, RUV. Hon hevur tó vón um, at ein stjórn fer at spyrjast burturúr. Steingrímur J. Sigfússon, sum hevur verið longst í Altinginum av øllum tingfólkum, sum vórðu vald 29. oktober, verður altingsformaður fyri fyrst. Eitt tað fyrsta at gera hjá nývalda tinginum verður at velja fólk í 72 sessir í átta føstum nevndum. Tingsetan hjá Altinginum, sum byrjar í dag, er nummar 146. Vágs kommuna hevur higartil í ár fingið 38,6 milliónir krónur inn í persónsskatti. Tað eru 3,25 milliónir meira enn sama tíðarskeið í 2015. Vøksturin í tíðarskeiðnum er 9,2 prosent, skrivar Suðurrás. Í fíggjarætlanini fyri 2016 vórðu inntøkurnar mettar til 38 milliónir krónur. Endamálið við hesum konseptinum er at púra vanlig fólk skulu koma út at uppliva uttandura vetrarlívið. Tað eru tveir mátar ein kann koma við á ferðina. Umleið helvtin av luttakarunumverða vald gjøgnum atkvøður á netinum ,og tað eru tey við teimum flestu atkvøðunum, ið verða vald. Hin helvtin av luttakarunum verða vald av Fjallraven. Fólkaskúlanæmingar í Danmark eru á fyrsta sinni oman fyri miðal í lesing, støddfrøði og náttúrufakum millum tey 35 OECD limalondini . Tað er niðurstøðan í nýggjastu PISA kanningunum, sum verða kunngjørdar í dag. Donsku úrslitini eru júst kunngjørd, skrivar Berlingske . Danmark fær í nýggju kanningini, PISA 2015, rós fyri góð úrslit og eina javnt góða skúlaskipan. Tað fáa sama fáa Kanada, Hong Kong og Macao Kina eisini. Negativi, sosiali arvurin, sum higartil hevur merkt úrslitið hjá nøkrum næmingum, er nú ikki so tyngjandi fyri góðu úrslitini hjá einstøku næmingunum. Munur er tó á næmingum, sum eru føddir í Danmark, og innflytarum. Í donsku PISA kanningini svarar tann munurin hjá børnunum til eitt heilt skúlaár. PISA kanningar verða gjørdar triðja hvørt ár. Til samans 7.161 skúlanæmingar í 331 ymiskum skúlum í Danmark luttóku í PISA 2015 kanningini. Frammanundan var Hjalti Gunnarstein apotekari á Eysturoyar apoteki í nógv ár. Hann verður í fyribilsstarvinum til landsapotekarastarvið verður lýst leyst. Upp undir samráðingarnar í Brússel í dag og í morgin millum Føroyar og ES um fiskirættindi, geva skotskir fiskimenn enn eina ferð ilt av sær um føroysk rættindi í ES sjógvi. Tað gera teir, hóast Brexit framvegis eisini er skotskur sjógvur. Skotar í makrelvinnuni mæla til, at føroysk skip ikki sleppa at fiska so nógvan makrel við Skotland. Føroyingar fiskaðu 33.000 tons av makreli í ES sjógvi í fjør. Men ES skip fiskaðu ongan makrel í føroyskum sjógvi. Tað var tí vánaligt býti, sum ES gjørdi við Føroyar í 2014. Teir mæla til, at atgongdin hjá føroyskum skipum í ES sjógvi verður skerd. ES bakkar ov nógv fyri Føroyum og Noregi, halda tey í makrelvinnuni í Skotlandi. Norðmenn fáa alt ov góðir sømdir viðvíkjandi svartkjafti, ljóðar atfinningin. Hóast Bretland ætlar sær úr ES, hevur ES framvegis samráðingar um fiskirættindi hjá Bretlandi. Í dag og í morgin samráðast ES og Føroyar í Brússel um fiskirættindini næsta ár. Tað vísir seinasta PISA kanningin, sum var løgd fram fyrrapartin. Føroyar eru eins og í undanfarnum PISA kanningum aftan fyri hini Norðurlondini. Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, fegnaðist um úrslitið, sum varð kunngjørt á tíðindafundi í Mentamálaráðnum fyrrapartin. Sambært kanningini er støddfrøði tað økið, Føroyar klárar seg best í, men størsta framgongdin er í lesing. Náttúruvísindi er enn økið, har føroyskir næmingar hava vánaligasta úrslitið. Í kæruni verður ført fram, at sjónvarpssendingin Skattamálið í høvuðsheitum varð grundað á ónevndar keldur og bara ein brotpart av tilfarinum í einum umfatandi máli um skattafrádrátt, og at sendingin var skaðandi og niðrandi fyri Eik Banka og leiðslu bankans. Í kæruni stendur, at málið snýr seg um fakliga ósemju um ein skattafrádrátt, men Kringvarpið hevur kortini fingið eitt heilt annað mál burtur úr. Sambært kæruni hevur Kringvarpið í almenna rúminum flutt málið frá at vera eitt mál um skattafrádrátt til at vera eitt mál um møguligt skattasvik og villeiðing av TAKS. Ført verður fram, at tað í veruleikinum er talan um trúnaðarmál, tí tað snýr seg um skattaviðurskifti hjá einum løgfrøðiligum persóni, Eik Banka, sum bankin ikki hevur skyldu at viðgera í fjølmiðlunum. Tá málið so kortini er komið út í almenna rúmið, hevur leiðslan í Eik roynt at svara spurningum frá KvF í tíðindaflutnginum um hetta torgreidda málið. Men eftir at hava staðfest, at journalisturin viðger málið úr bara einum sjónarhorni uttan nøtkandi fakligt innlit og grundarlag, samstundis sum hann helst er tengdur at høvuðskelduni, hevur leiðslan avgjørt at svara spurningum frá journalistinum skriviliga fyri í mest møguligan mun at tryggja sær, at hetta torskilda málið ikki heldur fram sum orðavavstur, sigur Eik í kæriskrivi sínum. Ført verður eisini fram, at myndaviðgerðin í sendingini er manipulerandi. Kringvarpið gav ikki Eik viðhald í kæruni, men viðgongur tveir faktuellar feilir í viðgerðini. Annar er, at tað verður refererað til ein fundi í juni 2014. Nevndarfundurin var í august 2014. Hin feilurin er, at KvF í sendingini nevnir, at innanhýsis grannskoðarin hevur sagt seg úr starvi. Rættari hevði verið at sagt at ein av innanhýsis grannskoðarunum segði seg úr starvi. Hesir feilir eru rættaðir í tíðindaflutninginum, eins og Eik hevur havt møguleika fyri at svara hvørja ferð, sigur Kringvarp Føroya. Haraftrat er málið av stórum samfelagsligum áhuga, tí tað snýr seg um, hvørt Eik hevur rætt til skattafrádráttin. Eik hevur síðani kært viðgerðina til Fjølmiðlanevndina. Í sínum svari til Fjølmiðlanevndina tekur Kringvarpið frástøðu frá uppáhaldinum hjá Eik um, at Kringvarpið bara hevur eina keldu, sum Eik eisini nevnir við navni Jørn Astrup Hansen. Sagt verður, at arbeiðið hjá journalistunum er at savna inn og miðla vitan. Tað hava tey gjørt umvegis fleiri munnligar og skrivligar keldur. Haraftrat at tað ikki er eitt krav, at journalistar skulu vera løggildir grannskoðarar fyri at viðgera og miðla eina søgu, sum skattamálið hjá Eik, og at miðlar hava fullan rætt og skyldu at verja keldur við at lata tær vera ónevndar. Niðurstøðan hjá Fjølmiðlanevndini er, at einki grundarlag er fyri at finnast at nøkrum viðurskiftum viðvikjandi sendingini hjá Kringvarpinum. Nevndin viðmerkir tó, at Kringvarpið átti at vanda sær eitt sindur betri um orðini, tí Kringvarpið í einstøkum førum í sendingini rekur framundir, at Eik við snildum hevur fingið TAKS at játta teimum ein frádrátt. Miðlarnir hvørki kunnu ella skulu taka støðu til rættin hjá Eik til frádráttin ella um Eik tilvitað hevur tikið frádráttin av órøttum, áðrenn hetta veruliga er staðfest. Víst verður til prinsippið um, at ongin er sekur áðrenn hann er dømdur, sum eisini sæst í fjølmiðlaetisku reglunum, men grundarlag er hjá miðlunum at seta spurnartekn við hetta, er niðurstøðan hjá Fjølmiðlanevndini. Símun Jóannesarson Hansen er í studio fimm í morgun. Hann hevur guitarin við sær, og syngur nýggjan sang, sum hann legði á Facebook 1. desember. Retorikkurin í Danmark hevur í stóran mun verið ekskluderandi. Tað eru vit og tey, og sum heild hevur almenna kjakið verið ov negativt, heldur Rúna Preeti. Landsstýrið fer at biðja Løgtingið um 350.000 krónur í fíggjarlógini fyri 2017 til forkanningina, sum skal gerast, áðrenn uppruddingin í Føroyingahavnini byrjar. Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, í svari til Kára P. Højgaard, løgtingsmann. Kári P. Højgaard minti løgmann á, at hann á ríkisfundi fyrr í ár lovaði at rudda í Føroyingahavnini. Aksel V. Johannesen svarar, at ein stýringarbólkur hevur fyrireikað forkanning. Í bólkinum eru fólk frá Søvnum landsins, Landsverkfrøðinginum og Løgmansskrivstovuni. Roynt hevur verið at fingið vinnufeløg í Føroyum at vera við til at fíggja forkanningina, men hetta hevur gingið heldur striltið, sigur løgmaður. Nú hevur so landsstýrið í broytingaruppskoti til fíggjarlógina fyri næsta ár mælt til, at settar verða av 350.000 krónur til forkanningina. Tá forkanningin er liðug, verður avgjørt, hvat skal burturbeinast, og hvør skal gera tað. Eigaraviðurskiftini eru ikki greið. Játtar Løgtingið pengarnar, er ætlanin at fara undir forkanningina í 2017. Men løgmaður hevur heitt á landsstýriskvinnuna í sjálvstýris , náttúru , umhvørvis og landbúnaðarmálum, sum júst hevur verið her, um at fáa eigarviðurskiftini staðfest, ikki bara í Føroyingahavnini, men alla staðni í Grønlandi, har sum føroyingar vóru. Privat vinnufeløg og privatfólk bygdu hesi støð. Tey eru við nøkrum undantøkum ikki til longur. Men landsstýrið kennir tað sum sína ábyrgd at vera við til at fáa gongd á at burturbeina órudd á støðum, har føroyingar hava verið, sigur Aksel V. Johannesen. 151 skip í norsku frálandavinnuni liggja nú við kaj, tí teyr hava einki at gera. Talan er um ein fjórðapart av samlaðu skipunum í frálandavinnuni. Tað upplýsir norski eksportbankin fyri Aftenposten. Bankin finst samstundis hvassliga at vinnuni fyri ikki at samstarva í nóg stóran mun. Hóast tekin eru um, at oljuprísurin fer at hækka nakað, so er langt á mál hjá skipunum, tí virksemið í oljuvinnuni er minkað sera nógv. Seinastu 10 árini er norska frálandavinnan vaksin sera nógv, og tí er skuldin í vinnuni sera høg. Einstøk feløg skylda upp í 20 milliardir krónur, skrivar Aftenposten . Seinastu tíðina hava nøkur feløg funnið loysnir við at gera avtalur við lánistovnarnar, samstundis sum partapeningurin er hækkaður. Tað skal kunna gerast við einum samskiftisovasta, og talan er um eitt heldur tættari samstarv enn eitt nú Noreg hevur, skrivar tv2.dk Samskiftisovastin, ið skal starvast hjá Europol, skal kunna leita eftir upplýsingum í skipanini hjá Europol, tá Danmark hevur tørv á tí. Skipanin, sum Danmark nú stendur í boði, er heldur betri enn skipanin sum Noreg hevur, tí Noreg má biðja um loyvi at sleppa í skipanina hjá Europol, hvørja ferð tørvur er á tí, og tað kann taka upp í nakrar dagar at fáa eitt slíkt loyvi. Danir vrakaðu í desember í fjør á eini fólkaatkvøðu, at fara undir tættari tilknýti til ES, sum millum annað hevði havt við sær, at danska løgreglan hevði havt beinleiðis atgongd til skipanina hjá Europol. Í 2014 nýtti danska løgreglan skipanina hjá Europol 72.000 ferðir, umleið 200 ferðir um dagin, so europeiska løgreglusamstarvið hevur stóran týdning fyri donsku løgregluna. Fjølmiðlanevndin hevur einstakar viðmerkingar til málið, men heldur kortini ikki, at talan er um viðurskifti, sum eru grundarlag fyri at geva Kringvarpinum átalu. Úrslitið í náttúruvísindum er ikki nóg gott, halda landsstýriskvinnan í skúlamálum og ein lívfrøðingur, sum hevur greinað úrslitið. Skuldin á nýggjárinum í fjør var stívliga hálva fjórðu ferð størri enn fyri 20 árum árum síðani, tá lógin um vinnuligan fiskiskap og fiskidagaskipanin komu. Hetta er júst orsøkin til kreppuna nógva staðni í fiskiflotanum, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður, sum hevur svarað skrivligum fyrispurningi frá Jógvani á Lakjuni, løgtingsmanni. Virðið á goodwill, sum veiðiloyvi hava, varð uppgjørt til 40 45 milliónir krónur fyri 12 til 14 árum síðani. Seinastu árini er sama virðið bókført til 500 til 600 milliónir krónur. Samstundis kann skipanin eggja til, at peningur verður tikin úr fiskivinnuni, og fíggjarligi váðin verður ovurstórur, sigur Høgni Hoydal. Í 2014 vórðu 24 skip seld í Føroyum, har tað ikki sæst í skipaskrásetingini, at skipið er selt uppruna eigaranum aftur. Í fjør vóru bara átta slíkar sølur og higartil í ár eru fimm. Ráðið skal ikki, sum uppskotið í 2014, eisini viðgera etiskar spurningar á náttúru og umhvørvisøkinum. Tað uppskotið tók Karsten Hansen, táverðandi landsstýrismaður, sjálvur aftur. Bæði politiska skipanin og fakfólk meta, at brúk er fyri einum ráði, ið skal fremja og styrkja kjak og vitan um etiskar spurningar, eitt nú um genomgransking og genomkanningar. Landsstýrismaðurin í vinnumálum og landsstýriskvinnan í kirkjumálum koma við uppskoti um hvør sín lim, og flokkarnir í Løgtinginum koma við tilmæli um tríggjar limir. Kanning á Landssjúkrahúsinum, sama dagin sum hendingin skal hava verið, vísti, at tann, sum sambært ákæruritinum varð sligin, hevði snuddir. Kokkan 19 45 í gjárkvøldið varð boðað frá eldi í Bónus handlinum í Hoyvík. Bilar hjá sløkkiliðnum í Havn og løgreglan vórðu send á staðið. Løgreglan kann ikki útihýsa, at eldurin kann vera ásettur. Tí vil løgreglan nú fegin frætta frá fólki, sum kunnu hava upplýsingar í málinum. Hoyr samrøðuna við Jón Klein Olsen, varapolitiinspektør. Fríggjadagin fer Løgtingið at samtykkja, at til ber at stovna íverksetafelag við bara einari krónu í eginkapitali. Hetta er feløg við avmarkaðari ábyrgd. Lækkingin úr 80.000 krónum niður í 50.000 krónur verður gjørd, so samsvar er millum kapitalkrøvini í skattalógini og vinnufelagslógini. Skattalógin verður broytt, so barnafrádráttur bara verður latin, um barnið antin býr í Føroyum ella foreldrini í sambandi við útbúgving uttanlands framvegis hava fulla skattskyldu í Føroyum. Hetta verður gjørt fyri at forða fyri, at foreldur við felags foreldramyndugleika, men har annað býr uttanlands við barninum, fáa barnastyrk bæði í Føroyum og uttanlands fyri sama barnið. Perlan, sum var vaktarhús, var í vánaligum standi. Tí hevur verið neyðugt at skifta út partar av stórviðinum, vindeygu, klædning og tekju. Kemis, har bótarmolar vórðu framleiddir úr hvalatvøsti, hevur fingið nýggj vindeygu, sperrur og tekju. Ávíst stoypiarbeiði er eisini farið fram í ár. Játtar løgtingið hvalastøðini pening á fíggjarlógini fyri 2017, verður farið í holt við Planin og Eldsmiðjuna, stendur í skrivinum. Av øðrum timburarbeiði er at fáa gjørt ventiliatiónkassa til Tørkuna. Tað er eisini arbeiði hjá múrara og jarnsmiði á Kvernuni og Ketilshúsinum, sum liggur og bíðar. Enn eru avbjóðingar eftir og uppgávur at loysa inni í øllum húsum. Somuleiðis innskipan og kervi við gøtum, farleiðum við meira úti. Bjarta Pálsdóttir Nolsøe og Stina Park seldu á herfyri tað ymsu tær høvdu gjørt á Seglloftinum á Tvøroyri. Tær høvdu gjørt armbond, taskur og annað. 5.000kr kláraðu tær at selja vørurnar fyri. Helvtin av peninginum fór til Í menniskjum góður tokki og hin helvtin til fátæk børn í Kenya. Vit hoyra 7. part av jólakalendaranum Eg sá ein eingil. Elin á Rógvi skrivaði og legði til rættis. Jón Svein Heinesen og Finnur Hansen stóðu fyri tí tekniska. Vit spæla tónleik frá Danish Music Awards í ár, har millum onnur Eivør var millum ársins vinnarar. Lagt til rættis Leivur Thomsen. Aftur í ár fara tey fýra kórini hjá Sigrið Sivertsen at hava konsert í Hoyvíkar kirkju. Kórini eru barnakórið Dropar og Ung stjørnuskot úr Tórshavnar Musikkskúla, kórið Xperiment og tað stóra Morgunkórið, sum varð stovnað í samstarvi við morgunsendingina í útvarpinum. Vit hoyra 17. part av jólakalendaranum Eg sá ein eingil. Elin á Rógvi skrivaði og legði til rættis. Jón Svein Heinesen og Finnur Hansen stóðu fyri tí tekniska. Nú kanst tú síggja, hvussu nógv verður útgoldið til løntakarar í privatu vinnuni og hvussu verður útgoldið til fólk í almennum størvum. Hetta hevur hetta higartil ikki verið so einfalt, men nú ber til á fyrsta sinni at gera útgreiningar eftir privata og almenna geiranum, skrivar Hagstovan . Almennu lønirnar stóðu í 2015 fyri 43 prosent av samlaðu lønarútgjaldingunum. Tað vísa tøl, Hagstova Føroya hevur greinað sambært stovninum. Tølini, sum vísa lønarbýtið, skulu tó takast við einum ávísum fyrivarni, tí nógv ymisk atlit skulu takast, tá lønarbýtið verður greinað nærri. Eitt nú eru B inntøkur, fríir ágóðar og pensjónir ikki roknað við í hagtølunum, sum vísa býtið millum almennar og privatar lønarútgjaldingar. Fyrstu hagtølini kunnu eisini verða merkt av óvissu, tí hetta er fyrstu ferð, at lønarútgjaldingarnar verða greinaðar á henda hátt, sigur Hagstovan. Arbeitt verður við at fáa yvirlit yvir fíggjarstøðuna hjá blaðnum, áðrenn endalig avgerð verður tikin um framtíðina. Líkt er til, at blaðið hevði hall í 2015, Tí mugu broytingar gerast, um blaðnum skal vera lív lagað. Tað er Pf. Kimbil sum eigur Dimmalætting, og pengarnir verða avskrivaðir, sigur nevndarformaðurin. Poul Hansen, nevndarformaður og eigari av Dimmalætting, sigur, at fleiri, millum annað Portal.fo og ein privatpersónur eru áhugað í samstarvi, men hvat úrslitið verður, kann hann ikki siga nakað um í løtuni. Magni Arge hevur verið nevndur sum ein, ið kanska hevur áhuga í Dimmalætting. Hann sigur, at hann hevur hjálpt blaðnum at fáa yvirlit yvir støðuna, og hevur virkað sum konsulentur. Meir hevur hann ikki við blaðið at gera, sigur hann. Tað er ov tíðliga at siga um talan um hall, tí ársúrslitið í 2015 var minus 121.000 krónur, tí tað veldst um, hvussu nógvir pengar fáast inn av tí, sum er útistandandi. Georg L. Petersen er ábyrgdarblaðstjóri á Dimmalætting, og tað er hann framvegis, men hann sigur, at hann einki hevur við fíggjarligu gongdina á blaðnum at gera. Dimmalætting hevur repað seglini síðani tað kom undan kavi, at fíggjarliga gongdin ikki var nøktandi, og nú eru trý fólk færri í starvi á blaðnum. Skráseting Føroya upplýsir, at nýggjur stjóri eigur at verða settur í seinasta lagi fýra vikur eftir at stjórin er farin frá. Tað hava eigararnir av Dimmalætting fingið boð um. Nú fáa eigararnir nýtt skriv frá Skrásetingini, um at velja nýggjan stjóra. Hesa ferð er freistin tvær vikur. Hendir tað ikki, so verður Dimmalætting send skiftirættinum til tvingsilsavtøku, upplýsir Skráseting Føroya. Ikki ber til at siga við vissu, hvussu nógvir pengar verða tiknir úr føroysku fiskivinnuni. Men feløgini, sum reka fiskiflotan, hava sambært grannskoðarafelag størri úrslit eftir skatt enn eginognin veksur. Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður, í svari til Jógvan á Lakjuni, løgtingsmann. Eginpeningurin hjá hesum feløgum er ikki vaksin samsvarandi rakstrarúrslitinum eftir skatt, men tvørturímóti nógv minni. At eginpeningurin ikki hækkar tað sama sum avlopið, er tekin um, at peningurin er tikin úr feløgum. Í uppgerð, sum grannskoðarafelag hevur gjørt, var úrslitið eftir skatt eina góða milliard krónur frá 2011 til 2015. Men eginpeningurin í somu feløgum vaks bara hálva milliard. Fyrivarni verður tó tikið fyri, at hin hálva milliardin kann vera flutt upp í móðurfelagið og tí ikki er tikin út úr fiskivinnuni. ALS hevur stevnt einum arbeiðsgevara, sum var fríkendur í Kærunevndini. ALS stevnir, hóast ALS boðaði frá, at ALS góðkendi avgerðina hjá Kærunevndini, sum kolldømdi avgerðina hjá ALS. Eyðfinnur Jacobsen er formaður í stýrinum hjá ALS. Fleiri skúlar hava tikið avleiðingarnar av, at børnini sita við fartelefonum dagin langan. Eru okkara børn vorðnir sosialir analfabetar Ella er tað bara gamla søgan um, at tey eldru skilja ikki ungdómin Nýggjur Public Service sáttmáli er lagdur fyri løgtingið. Hvussu gongur hjá Kringvarpinum at vera í fólksins tænastu og hvat skulu vit brúka Public Service til Og so greina vit eina spilnakna lýsing frá Fólkaheilsuráðnum, sum vil hava kvinnur at drekka minni. Í útvarpsstovuni kjakast Georg L. Petersen, blaðstjóri, Helgi Rasmussen, sálarfrøðingur, og Sigri Gaini, kandidatur í pedagogiskari filosofi. Jóna hevur avgjørt at lurtararnir skulu hoyra nólsoyingar kvøða Harra Pætur og Elinborg. Sumbingar kvøða Brestiskvæði. Nólsoyingar kvøða Herr Sinklar. Og Suðuroyar Norðara Dansifelag fer upp á gólv við Jøkilskvæðnum ein uppskrift í Suðuroy. Ein 43 ára gamal løgreglumaður, sum varð skotin í høvdið í gjár, er nú deyður, upplýsir løgreglan í einari almennari fráboðan , ið júst er send út. Tað er við sorg, eg siga hetta. Tankarnir eru hjá avvarðandi og starvsfeløgum, sigur Kim Christiansen, løgreglustjóri hjá Københavns Vestegns Politi. Løgreglumaðurin, sum nú er deyður, var í ferð við at gera ein løgreglubil kláran, tá ein maður skeyt hann í høvdið við einum stolnum revolvara. Skottilburðurin fór fram týsmorgunin klokkan 8 15. Bara 40 minuttir seinni handtók løgreglan ein mann, sum nú er varðhaldsfongslaður og skal mentalkannast. Tað er tó trupult at fáa váttaðar upplýsingar frá borgarakrígnum í Sýria, og uppreistrarfólk hava, sambært tíðindarásini Al Jazeera, víst aftur, at tey hava mist valdið í býarpartinum. Stríðið um sýriska stórbýin hevur stóran súmbolskan týdning, tí tað var fyrsti milliónabýurin, sum tað í 2012 eydnaðist uppreistrarfólkum partvíst at fáa valdið á aftur. Bashar al Assad, forseti, hevur um somu tíð, við hjálp frá russiskum stríðsflogførum og hernaðarligum ráðgevum, umframt hernaðarligum iranskum bólkum og libansku Hizbollah rørsluni, fingið valdið aftur. Sýriski stjórnarherurin og sameind hjá honum fóru, sambært Reuters, týsdagin inn í søguliga býarpartin. Uppreistrardeildir hava higartil havt valdið í eystara parti í Aleppo. Flestu einnýtisíløt til øl, sodavatn og aðrar drykkir koma inn aftur har, tey eru keypt. Í fjør komu heili 91 prosent av einnýtisíløtunum innaftur. Talan er um ein støðugan vøkstur hvørt ár frá 2007, tá fyrstu loyvini vórðu givin til at innflyta, framleiða og selja drykkir í einnýtisíløtum í Føroyum. Fyrsta árið, í 2007, komu bara ein triðingur, 33 prosent, av einnýtisíløtunum inn aftur. Í 2015 var tað talið næstan trífaldað upp í 91 prosent. Sølan av einnýtisíløtum í Føroyum er eisini økt soleiðis, at hon nú er umleið níggju milliónir íløt um árið, sigur Umhvørvisstovan . Íslendingar hava í mong ár fingið ein stóran part av orkuni, teir brúka, úr undirgrundini. Tann heita keldan Geysir hevur gjørt Ísland kent um allan heim, hon hevur verið eitt tekin um ta nógvu orkuna, sum íslendska undirgrundin goymir. í sendingini verður sagt frá, hvussu íslendingar nýta tað heita vatnið til upphiting og ravmagnsframleiðslu. Íslendingar hava í mong ár fingið ein stóran part av orkuni, teir brúka, úr undirgrundini. Tann heita keldan Geysir hevur gjørt Ísland kent um allan heim, hon hevur verið eitt tekin um ta nógvu orkuna, sum íslendska undirgrundin goymir. í sendingini verður sagt frá, hvussu íslendingar nýta tað heita vatnið til upphiting og ravmagnsframleiðslu. Størri krøv skulu setast til lærarar, sum undirvísa í náttúruvísindaligum lærugreinum. Tað mælir serfrøðingabólkurin, ið hevur gjørt PISA frágreiðingina fyri Føroyar, til. Lærarar skulu í minsta lagi hava náttúruvísindaligu lærugreinina, sum teir undirvísa í, sum høvuðsfak, eins og kravt verður í grannalondunum. Aðrastaðni er gongdin, at lærarar hava munandi hægri útbúgving enn linjufak og hava ofta masterstig, stendur í føroysku PISA frágreiðingini. Ætlanin var millum annað, at lærugreinin heimstaðarlæra skuldi verða partur av náttúru og tøkni, men í námsætlanunum er als eingin alis og evnafrøði í heimstaðarlæru. Serfrøðingabólkurin finst eisini at námsætlanunum í náttúruvísindaligu lærugreinunum. Tær eru ov grunnar og óneyvar í mun til førleikakrøvini í PISA. Sum nú er, seta námsætlanirnar í náttúruvísindum ikki nóg neyv krøv um, hvussu væl næmingarnir skulu kenna evni, háttaløg og ástøði. Tí mugu námsætlanirnar endurskoðast, stendur í frágreiðingini. Matvørulógin varð broytt fyrr í ár, og tann broytingin fór at virka við kunngerð fyrst í oktober. Og nú skal matvørulógin aftur broytast. Tað verður gjørt, so til ber at selja fleiri matvørur, sum ikki er tilvirkaðar á løggildum matvøruvirki, til heilsølur, matvøruhandlar og matstovur. Talan er bæði um seyð, neyt, flogfenað, so sum gás, dunnu og hønu, og fisk og grønmeti. Nýggja skipanin verður bara galdandi fyri tey, sum selja fyri minst eina millión krónur um árið. Tey, ið selja fyri minst eina millión um árið, skulu tryggja sær, at vøran ikki er heilsuskaðilig ella á annan hátt óegnað sum mannaføði. Um Løgtingið samtykkir lógarbroytingina, ásetur landsstýrismaðurin í kunngerð, hvørjar neyvari treytir skulu vera umframt tær nógvu yvirskipaðu, sum eru í lógaruppskotinum. Landsstýrismaðurin ásannar, at fyri vinnuna, sum virkar matvørur eftir galdandi reglum um løggilda matvøruframleiðslu, kann uppskotið hava negativa fíggjarliga avleiðing, tí kappingarneytar koma á marknaðin, sum ikki skulu lúka somu krøvini um matvøruframleiðslu. Løgtingið skal í dag atkvøða, um uppskotið um at lata Saltsiloini 1,6 milliónir krónur úr landskassanum, skal til aðru viðgerð, hóast álit ikki er komið úr Fíggjarnevndini. Tingskipanin sigur, at um so er, at álit ikki er lagt fram innan frestina, sum er ein mánaður, kunnu tingfólk krevja, at formaðurin setir spurningin til atkvøðugreiðslu, um tingviðgerðin skal halda fram, hóast einki álit er latið. Tað er júst tað, sum Løgtingið skal gera, tá tingfundurin byrjar klokkan 11 00 í dag. 19. oktober løgdu fýra tingmenn úr andstøðuni fram uppskot um at lata Saltsiloini 1,6 milliónir krónur úr landskassanum. Eftir fyrstu viðgerð 28. oktober fór uppskotið í Fíggjarnevndina. Har hevur tað verið síðani. Sambært gerðarbókini hjá Fíggjarnevndini umrøddi nevndin málið tann 15. november. Vit hava spurt Hjálmar Dam, sum leggur føroysku røddina til leiklutin hjá Kúrra, hvussu tað var, at spæla tjóvur, og hvussu man best fær ein svenskan lummatjóv til at vera føroying. Men fleiri teirra skilja føroyskt og duga at lesa føroyskt eitt sindur. Eystari landsrættur fær javnan kunning frá Ríkisumboðsmanninum um, hvat hendir í Føroyum. Fýra dómarar í Vestari landsrætti, ikki Eystari, sum hevur Føroyar, lesa og skilja føroyskt, tí teir hava arbeitt í Føroyum í tvey ár, antin hjá Ríkisumboðnum ella í Føroya rætti. Men teir tosa ikki føroyskt og duga heldur ikki at skriva føroyskt. Sambært svarinum verður dentur lagdur á, at rættarformaðurin og hjálparformaðurin hava áhuga fyri føroyskum samfelagsviðurskiftum, mentan og rættarviðurskiftum, tá fólk verða sett í dómarastarv í fimtu deild hjá Eystari landsrætti. Grundleggjandi trupulleikarnir á Søvnum Landsins eru ikki viðgjørdir í teirri eftirmeting av Søvnum Landsins, sum Jóan Pauli Joensen, professari, hevur gjørt í einum áliti, Fíggjarmálaráðið hevur biðið um. Tað siga tey seks starvsfólkini, sum tíðliga í ár sendu Mentamálaráðnum eina klagu um stjóran á Søvnum Landsins, um leiðsluevni hansara og samanleggingartilgongdina. Gegnistrupulleikar gjørdu, at málið varð latið Fíggjarmálaráðnum at viðgera. Aðalstjórin í Mentamálaráðnum og stjórin á Søvnum Landsins eru svágrar. Tey seks starvsfólkini siga í skrivi til Fíggjarmálaráðið, at tey staðfesta, at teir grundleggjandi trupulleikarnir, sum tey vístu á, hvørki eru viðgjørdir í álitinum ella nevndir í skrivinum frá Fíggjarmálaráðnum. Grundleggjandi trupulleikarnir, siga starvsfólkini á Søvnum Landsins, eru eginleikarnir hjá stjóranum og viðferð hansara av starvsfólki. Vit vóna framvegis, at hesir trupulleikar verða tiknir í álvara og loystir. Hetta er avgerandi fyritreyt fyri, at samanleggingin kann eydnast, siga tey seks í skrivinum til Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum. Tey fegnast tó um, at Fíggjarmálaráðið staðfestir, at álvarsligir trupulleikar hava verið og framvegis eru í samanleggingini av Søvnum Landsins. Ikki minst at gegnistrupulleikin ímillum aðalstjóran í Mentamálaráðnum og stjóran á Søvnum Landsins skal loysast sum skjótast. Tað er kent, siga tey, at Andras Mortensen og Jóan Pauli Joensen eru sera væl, og at hetta tí kundi koma at ávirka eftirmetingina, ið nú er gjørd. Jóan Pauli Joensen, ið hevur gjørt álit um viðurskiftini á stovninum, nevnir sjálvur trupulleikan við møguligum ógegni í innganginum. Vit høvdu vónað, at Jóan Pauli Joensen vildi vera førur fyri ikki at lata næru viðurskiftini við Andras Mortensen ávirka kanning sína. Tíverri mugu vit ásanna, at Jóan Pauli Joensen ikki hevur megnað at hevja seg upp um hetta og skriva eina objektiva frágreiðing, siga starvsfókini. Har kendir og lýstir tvídráttir eru, er tað í høvuðsheitum útgávan hjá stjóranum, ið fær undirtøku og verður endurgivin í álitinum, siga tey. Tey siga seg eisini vilja afturvísa uppáhaldum, nevnd í álitinum, at tey hava verið ímóti samanleggingini í Søvnum Landsins, og siga seg ynskja, at samanleggingin verður so væleydnað, sum til ber. Mándagin fer landsstýrismaðurin í vinnumálum at geva sítt ummæli til umsóknirnar frá skandinaviska SAS og skotska Loganair, sum bæði vilja flúgva uppá Føroyar. Eingin sigur segr vera ímóti kapping, men flogrisin SAS fær fleiri at ivast í, um kappingin við Atlantsflog nú eisini verður á jøvnum føti. Luttakarar Poul Michelsen og Edmund Joensen Trý ár eftir at gamli sáttmálin fór úr gildi er nýggjur public service sáttmáli orðaður. Sáttmálin nágreinar, hvat føroyingar skulu fáa fyri kringvarpsgjaldið næstu fýra árini. Hevur Kringvarpið síðstu árini livað upp til ásetingarnar í gamla sáttmálanum Og hvat er í væntu við nýggja sáttmálanum Luttakarar Dia Midjord, kringvarpsstjóri, Eirikur Lindenskov, ábyrgdarblaðstjóri í Miðlahúsinum og Páll Isholm, rektari á Miðnámi á Kambsdali og fyrrverandi stýrislimur í KvF. Orsøkin til skuldsetingina er, hvussu hon hevur svarað tveimum spurningum frá løgtingsmonnum um inntøkurnar hjá landi og kommunum seinasta 25 árini. Við hesi lýsing av støðuni kunnu fólk lættliga fáa ta fatan, at kommunurnar eru raskari at fara niður í lummarnar hjá landsins borgarum, sigur Kommunufelagið. Felagið sigur, at kommunurnar í hesum tíðarskeiði hava yvirtikið nøkur málsøki frá landinum. Tey kosta í dag kommununum yvir 800 milliónir krónur. Kommunurnar tóku við dagstovnunum í 2001, stuðli til børn við serligum tørvi á dagstovnunum og barnaverndini í 2005 og eldraøkinum í fjør. Kommunufelagið leggur landsstýriskvinnuna undir at gloyma at nevna hetta í svørunum til Løgtingið, í tíðindaskrivi, sum formaðurin, Heðin Mortensen, hevur undirskrivað. Nobel aktuelli Bob Dylan var til drúgva umrøðu. Meinhard Jensen og Knút Háberg Eysturstein hittust frammi í Dal til eitt forvitnisligt Dylan treff. Carl Jóhan Jensen gav ilt av sær um tvørrandi alment mentanartilvit í Føroyum. Vitjað varð í Steinprenti, har Tróndur Patursson arbeiðir við litografiskum verki. Turið Sigurðardóttir hugleiddi um hvussu romantikkin føddist, og Vagnur Streymoy og Kinna Poulsen ummældu kirmi hjá Steintór Rasmussen og yrkingasavn hjá Oddfríði M. Rasmussen. Eg vil fegin tilnevnað Berit Holm jólakurvina. Berit og eg hava kenst í nógv, nógv ár. Tó vóru nøkur ár, har vit ikki sóust so nógv, tí vit báðar fingu familju. Eg gørdist álvarsliga sjúk, samstundis sum pápi mín, ið bert hevði meg, eisini gjørdist sjúkur. Hann hevði krabbamein. Alt hetta hevði við sær, at eg lokaði meg inni meira ella minni og støðan versnaði. Knappliga eitt myrkt vetrarkvøld stendur mín góða gamla vinkona har. Hetta var í 2012. Hon hevði frætt hvussu illa stóð til. Síðan tann dag hava vit báðar verið óatskiljiligar. Hon tók hond um okkum, meg og pápa mín og var sum ein skínandi sól í allari neyðini. Ikki hevði hon tad sjálv so lætt, tí hon sjálv hevði álvarsliga sjúku at dragast við. Hon hjálpti til á allan hátt, millum annað hevur hon verið niðri á Ríkissjúkrahúsinum við mær tvær ferðir sum fylgjari. Vit bádar havar verið uttanlanda og ferðast. Og hon hevur sostatt tveitt alt hon sjálv hevði í hondunum fyri bæði meg og pápa mín, sum nú er deyður. Berit Holm er gift Atla Holm, tey eiga try børn og tvey ommubørn. Hon arbeiðir hjá TAKS og eg vildi so fegin at hon fekk eitt blómutyssi, tí hevur nakar uppiborið hetta, er tað hon. Hon er dugnalig, fitt, stuttlig, positiv, hjálpsom og ósjálvsøkin. Rætt og slætt ein eingil. Við at skriva eitt bræv kanst tú bjarga menniskjum, ið hava verið fyri órætti. Um allan heimin sita fólk fongslaði fyri ting, tey ikki hava gjørt ella av øðrum órøttum orsøkum. Saman við Amnesty í døgunum 6. til 16 desember kanst tú skriva brøv til frama fyri endamálið. Tú kanst frætta nærri um hetta átaki við at lurta eftir brotinum omanfyri. Tað er aðalskrivarin í Amnesty Føroyar, Katrin á Neystabø, ið greiðir frá. Vaktar og bjargingarskipið Tjaldrið siglir bara 23 vikur um árið. Hinar 29 vikurnar liggur skipið, tí tað hevur bara eina manning. Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum spurdi Fiskimálaráðið um Tjaldrið. Fiskimálaráðið minnir annars á, at Tjaldrið er 40 ára gamalt, og tí gerst støðugt torførari at fáa eykalutir. Fíggjarliga støðan hjá Fiskiveiðieftirlitinum er annars sera vánalig. Samstundis, sum stovnurin hevur fingið meira at gera, eru pengarnir minkaðir. Avleiðingarnar av sparingunum eru nógvar sambært svari hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, sum eisini hevur svarað Fíggjarnevndini. Síðani 2011 hevur Tjaldrið bara verið mannað hálvt árið. Brimil hevur ikki havt ráð til olju hvønn dag, og hevur tí ligið við fullari manning. Teir hava tá kannað landingar hjá skipum. Høgni Hoydal sigur, at Fiskiveiðieftirlitið hevur lítla orku at kanna fiskin, sum føroysk skip avreiða ella landa, og fara um borð á útlendsk skip, sum fiska undir Føroyum. 75 ára gamli Bob Dylan fær í morgin bókmentavirðisløn Nobels. Leingi hevur verið gitt og spátt um hann sjálvur fór at taka ímóti virðislønini. Hetta er ikki einasta loyndarmálið, ið knýtir seg at hesum listamanni, sum seinastu 55 árini hevur verið virkin tónleikari, umframt at hava skift skap og tónleikasløg óteljandi ferðir. Men hvør er Bob Dylan, og hvat hevur hann at bjóða Og hevur hann sum tónleikari uppiborið bókmentavirðisløn Nobels Vit fara út á Landavegin, har vit hitta teir Dylan kønu Meinhard Jensen og Knút Háberg Eysturstein til eitt prát um legunduna Bob Dylan. Árligu bókadagarnir í Norðurlandahúsinum hava verið, men vit fara kortini at tríva í aftur røðuna, sum rithøvundurin Carl Jóhan Jensen helt, tá tiltakið varð sett. Evnið í røðuni var føroyskt mentanartilvit ella kanska heldur tvørrandi mentanartilvit. Høvundurin er hvassoraðaður og gevur ilt av sær um líkasæluna og best man vera sum er hugburðin, ið valdar her á landi, tá tað um mál og mentan ræður. Carl Jóhan Jensen hevur lisið okkum røðuna av nýggjum í útisetu síni í Bruxelles. Sínámillum atgongdin at fiska makrel í økinum hvør hjá øðrum er økt upp í góð 38.000 tons í samsvari við lutfalsligu hækkingina av heildarkvotuni av makreli. Føroyar varðveita samstundis somu atgongd og kvotu av svartkjafti, soleiðis at føroysk skip komandi ár hava møguleika at fiska góð 30.000 tons av svartkjafti í ES sjógvi. Atgongdin at fiska norðhavssild í sjóøkinum hjá hvørjum øðrum verður óbroytt, soleiðis at partarnir kunnu fiska 6.000 tons av norðhavssild hjá hvørjum øðrum. Viðvíkjandi øðrum fiskasløgum so hækkar kvotan av hvítingsbróðri upp í góð 9.000 tons, meðan kvotan av brislingi lækkar niður í 1.000 tons, av tí at ICES mælir til eina munandi lægri veiðu í ár og næsta ár. Føroyska kvotan av sild í Skagerak verður 400 tons komandi ár, og føroysk skip kunnu veiða 200 tons av sild í ICES øki 4a í Norðsjónum. Viðvíkjandi kvotum hjá ES í føroyskum øki verða kvoturnar av upsa, blálongu og kongafiski lækkaðar nakað, meðan aðrar kvotur av toski, hýsu, flatfiski og øðrum fiskasløgum verða óbroyttar. Avtalað varð, at fiskiveiðieftirlitini hjá báðum pørtum framhaldandi skulu samstarva um at menna skipanir í samband við elektroniskar fráboðanir av veiðu. Landssjúkrahúsið fær 14,2 milliónir krónur afturat næsta ár, sambært broytingunum, landsstýrið vil hava Fíggjarnevndina at gera í uppskotinum hjá landsstýrinum um fíggjarlóg fyri 2017. Víst varð á, at við teirri játtan, sum nú er í fíggjarlógaruppskotinum, fór Landssjúkrahúsið at hava 16 milliónir krónur ov lítið næsta ár. Pengarnir eru funnir við eini samansettari loysn. Nýggir pengar eru settir til, og nakrar umraðfestingar og flytingar eru gjørdar. Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, við útvarpið. Tað fara ikki at resta pengar í aðra staðni, hóast peningur er fluttur millum kontoir. Tað skuldi tað ikki gjørt. Út frá teimum metingum, sum eru gjørdar, verður hildið, at flytingarnar eru ráðiligar, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna. Tað er ikki bara Landssjúkrahúsið, sum fær meira pening at arbeiða við í 2017. Suðuroyar sjúkrahús fær 500.000 krónur afturat til raksturin. Tá løgtingsfundurin byrjaði klokkan 11, varð atkvøtt um málið, men tað fall, tí 15 atkvøður vóru fyri at fáa málið úr nevndini, meðan 15 atkvøddu ímóti og ein atkvøða var blonk. Tað vóru løgtingsmenninir, Jenis av Rana, Edmund Joensen, Jacob Vestergaard og Kári P. Højgaard, sum løgdu uppskotið fyri Løgtingið um at játta Saltsiloini 1,6 milliónir krónur, so arbeiðið kann gerast liðugt. Tingskipanin sigur, at um so er, at álit ikki er lagt fram innan freistina, sum er ein mánaður, kunnu tingfólk krevja, at formaðurin setir spurningin til atkvøðugreiðslu, um tingviðgerðin skal halda fram, hóast einki álit er latið. Í november vóru lønirnar, árstíðarjavnað, 719 milliónir. Hetta er triði mánaðurin á rað, at lønirnar vaksa. skrivar Hagstova Føroya . Higartil í ár hava lønarútgjaldingarnar ligið um 700 milliónir, men í november komu tær næstan upp á 720 milliónir, ið er tað mesta í ár. Størsti vøksturin í november var innan fiski og alivinnuna. Hinvegin var minni ferð á byggivinnuni, ið hevði minsta vøksturin í november. Eisini nema vit við nýggja skaldsøgu eftir Siri Ranva Hjelm Jacobsen, sum í august kom við síni fyrstu skaldsøgu Ø, ið millum annað viðger longsulin eftir Føroyum, hóast ein aldri hevur búð her. 11.11.16 gav Konni Kass við bólki út sína fyrstu útgávu, Haphe. Í hesum sambandi vóru tey á konsertferð í Føroyum. Útgávukonsertin var í Sjónleikarhúsinum í Havn, har spæliglaðu og navnframu forfedrarnir hjá Konni eisini hava verið í mongum vasi. Grindin var eisini millum áhoyrararnar hetta kvøldið. Harafturat bjóðar desembur mánaður eisini føroyskan film, tí aftur í ár verður filmsvirðislønin Geytin latin í NLH. Millum teir sjey tilnevndu stuttfilmarnar til virðislønina í ár er spenningsfilmurin Ramblers . Tað er 29 ára gamli bóndasonurin úr Miðstovuni á Sandi, Hanus Johannesen, ið hevur gjørt. Vit hitta leikstjóran til eitt prát um at gera film í Føroyum. Lagt til rættis Sissal Kampman, Ivan Hentze Niclasen og Pætur M. Dahl Upptøkur og klipp Hans Petur Hansen Sett saman Bjørg Mohr Anderssen Landsstýrið hevur biðið Fíggjarnevndina broyta uppskotið, millum annað við dagførdari inntøkumeting. Hon er 105,6 milliónir krónur størri enn hon var síðst í september, tá fíggjarlógaruppskotið varð lagt fram. Talan er fyrst og fremst um størri játtan til Landssjúkrahúsið, bústaðir til sálarsjúk og nýtt tilboð til demensrakt undir trivnaðartænastum. Loyvisgjøldini frá alivinnuni fara at geva landskassanum 138 milliónir krónur og ikki 125, og meirvirðisgjaldið gevur eina millard og 470 milliónir. Tað eru 45 milliónir meira enn upprunaliga mett. Men landsstýrið væntar nú at fáa 10 milliónir krónur minni í landsskatti enn tað metti í september. Ætlanin er at umvæla rúmini hjá næmingunum fyri eina millión og góðar 640.000 krónur. Háskúlin hevur fingið 400.000 krónur í gávu frá ungmannafelagnum Merkinum og kann læna 92.000 krónur. Hetta geva 30 prosent, sum eru partur skúlans av umvælingum. Fíggjarnevndin er biðin um at lata 70 prosent, sum eru landsins partur, eina millión og 160.000 krónur. Einki er gjørt við tær seinastu 20 30 árini, og tær eru sera ótíðarhóskandi, sigur Landsverk, sum hevur gjørt eina kostnaðarmeting um umvælingina. Politiska gølan hevur elvt til stór mótmæli, og túsundtals fólk hava verið úti á gøtunum við kravi um, at forsetin í landinum skuldi koyrast frá valdinum. Ein av útlendsku gestunum var Siri Ranva Hjelm Jacobsen, sum í august debuteraði við skaldsøguni Ø, ið millum annað viðger longsulin eftir Føroyum, hóast ein aldri hevur búð her. Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna. Higartil í ár eru 554 dagar brúktir á Landssjúkrahúsinum til fólk, sum eru liðugt viðgjørd. Tað segði Ingun Gaardbo, leiðandi sjúkrarøktarfrøðingur á Medisinska deplinum á Landssjúkrahúsinum, í útvarpssendingini Skáanum mánadagin. Fólkini hava onga staðni at fara og blíva tí verandi á Landssjúkrahúsinum. Eitt pláss á sjúkrahúsi kostar dupult so nógv sum eitt pláss á røktarheimi ella ellisheimi. Í mars í fjør ætlaði Karsten Hansen, landsstýrismaður tá, at fáa Løgtingið at áleggja kommununum at gjalda fyri fólk, sum framvegis eru á sjúkrahúsunum, hóast tey eru liðug har. Sambært tølum, sum Heilsumálaráðið hevði frá sjúkrahúsunum, vóru 38 liðugt viðgjørd fólk á teimum trimum sjúkrahúsunum í 2014, tey høvdu 2.366 innleggingardagar. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, sigur, at í løtuni er eingin ætlan um at leggja fram aftur uppskotið, sum undanmaður hennara í Heilsumálaráðnum kom við í fjør. Hon veit heldur ikki at siga nú, hvør loysnin verður. Men Sirið Stenberg sigur eisini, at støðan er nógv frægari nú enn hon hevur verið. Tað viðgongur Ruth Vang, forkvinna í nevndini, nú andstøðan er farin at ótolnast eftir at fáa uppskotið aftur í tingið. Eisini løgtingsformaðurin hartar Fíggjarnevndina. Tað er andstøðan, ið hevur lagt uppskotið fram. Sambært gerðabókini hjá Fíggjarnevndini, er málið als ikki viðgjørt, hóast tað hevur staðið á skrá nakrar ferðir. Tá Løgtingið hósdagin atkvøddi um at fáa málið úr fíggjarnevndini, eftir uppskoti frá Jenisi av Rana og Kára P.Højgaard, stóð á jøvnum 15 15. Páll á Reynatúgvu atkvøddi blankt. Í heyst gjørdist greitt, at 7,6 milliónir restaðu í, fyri at saltsiloin á Drelnesi kundi gerast liðug og lata upp. Mærskgrunnurin játtaði at lata tríggjar milliónir, og Tvøroyrar kommuna hevur játtað at lata tríggjar milliónir. Saltgrunnurin hevur sagt, at hann ætlaði at taka lán, fyri at fígggja seinastu 1,6 milliónirnar, men so legði andstøðan í Løgtinginum uppskot um eykajáttan fyri Løgtingið um at játta írestandi peningin. Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar stevnir nú Økistænastuni í Sandoynni, tí tveir limir hjá felagnum ikki fingu nóg góða grundgeving fyri, hví teir ikki fingu starvið, sum leiðari fyri økistænastuna í Sandoynni. Í morgin eru 14 ár síðani Vágatunnilin lat upp, og hóast tað er langt síðani, at lánið varð afturgoldið, so verður framvegis goldið fyri at koyra ígjøgnum tunnilin. Á aðalfundinum í apríl, gav eigarin, landsstýrið boð um, at gjaldið skal halda fram, sigur Uni Danielsen Jørgin Niclasen, løgtingsmaður hevur sett Akseli V. Johannesen ein grein 52a fyrispurning nú Vágatunnilin er 14 ár. Hann vil hava at vita, um tunnilin nú skal latast landinum, og um ókeypis verður at koyra í tunlinum. Sjónarmiðið var afturvendandi í drúgva aðalorðaskiftinum um nýggja public service sáttmálan, sum varð viðgjørdur í Løgtinginum hósdagin. Fleiri løgtingsfólk ynskja seg aftur til tíðina við tveimum, sjálvstøðugum tíðindadeildum. Og nøkur vilja fara so langt sum at slíta útvarpið og sjónvarpið sundur aftur. Sum nakað nýtt hevur KFUK seinastu vikurnar skipað fyri einum skeiði í sjálvsvirði. Luttakararnir á skeiðnum eru tær 8 12 ára gomlu genturnar, sum eru skótar hjá KFUK. Skeiðið er ein partur av einum altjóða ráki innan fyri skótarørsluna. Um allan heim hava gentuskótar nevniliga tikið skeiðið, sum eitur FreeBeingMe. Tað ávirkar lívið og gerandisdagin, so mann vandar sær, hvat mann sigur og ger og roynir at vera semjusøkjandi og vera við tí góða orðinum. Nýtt sjálvstýri fekk onga undirtøku í Trivnaðarnevndini hjá Løgtinginum fyri familjudeplinum. Ein samd nevnd mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið. Nýtt sjálvstýri vildi hava Løgtingið at heita á landsstýrið um koma við lógaruppskoti um at stovna familjudepil, sum miðsavnar fyribyrging, ráðgeving og onnur tilboð viðvíkjandi familjuviðurskiftum. Trivnaðarnevndin heldur, at tankin er góður. Men tilboðini til børn verða betur samskipað við at styrkja verandi tilboð enn at stovna familjudepil. Næmingar skulu hava náttúruvísindi fyrr í skúlagongdini. Tað er serliga á ungum aldri at børn undrast, og tí kunnu vit vinna nógv við at læra børnini grundleggjandi náttúruvísindi á einum so ungum aldri sum gjørligt. Tað heldur rektarin á Glasi, Bogi Bech Jensen, sum eisini er eldhugaður náttúruvísindamaður. Forlagið Sprotin gav út bókina í 2015, Edward Fuglø hevur gjørt kápumyndina til føroysku útgávuna. Sonja Kjølbro hevur staðið fyri umbótingini. Tá fíggjarlógin fyri 2016 varð samtykt í desember í fjør varð roknað við 165 milliónum frá fiskivinnuni. Men nú árið er við at vera liðugt er inntøkan 210 milliónir krónur. Tað talið vil landsstýrið nú hava Fíggjarnevndina at seta í uppskotið um fíggjarlóg fyri 2017. Í fíggjarlógini í ár eru 165 milliónirnar allar avgjald í fíggjarlógini. Men uppboðssølurnar í summar góvu til dømis 60 milliónir krónur. Loyvisgjøldini frá alivinnuni fara at geva landskassanum 138 milliónir krónur næsta ár og ikki 125. Inntøkumetingin byggir á gongdina í ár, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna. Tað ber betur til at síggja í desember enn í september, hvørjar inntøkurnar hjá landskassanum verða, sigur hon. Strandferðslan eigur at fáa níggju milliónir krónur til eitt eyka skip. Tað heldur Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum. Hann hevur biðið Fíggjarnevndina viðgera málið um at játta eyka pening til Strandferðsluna á fíggjarlógini 2017, so til ber at keypa ella byggja eitt eykaskip, sum kann setast í sigling, ístaðin fyri at leiga avloysaraskip. Hvørki ákæruvaldið ella teir dømdu skjóta dómararnar inn fyri Eystari landsrætt. Teir tríggir eru dømdir, tí Anita misti ein mann fyri borð í februar 2014. Leivur Frederiksen, ítróttarredaktørur í KVF, tekur her pulsin á tí ið fyriferst handan sokallaðu leiktjøldini í Føroyskum fótbólti Fyri fjórðu ferð var staðfest, at 15 ára gamlir skúlanæmingar í Føroyum liggja undir miðal í lesing, rokning og nattúrvísindi eftir PISA kanningini at døma. Er tað skylda hjá tí almenna at reka ein tíðindastovn, verður spurt. S bøkur kunnu ikki brúkast í øllum førum, men hon verður framtíðin, heldur Jack Nielsen, ið gongur á fyrsta ári í Fiskivinnuskúlanum. Hann heldur, at tær eru betri fyri tey, ið hava trupulleikar at lesa, og hann heldur, at tær hava aðrar ágóðar Tað eru ikki nógv, sum halda at skriving er eitt talent, og tað er spell, heldur 17 ára gamla Annika Dalsgaard, ið skrivar stuttsøgur og yrkingar. Hon roynir at finna íblástur í teimum tingunum, ið vanliga ikki fáa so nógv ljós varpað á seg. Sjónvarpið ætlaði a spyrja landsstýrismannin, hví hildið verður fram at krevja tunnilsgjald, sum rindar fyri rentur, avdrátt og viðlikahald, eftir at tunnilin er goldin og vorðin almen ogn. Tað eydnaðist ikki at fáa viðmerking frá Gerhardi Lognberg, formanni i stýrinum fyri eldrasamstarvið, tí hann hevði forfall í dag. Tað eru skjótt trý ár síðani arbeiðið byrjaði, men afturfyri longu bíðitíðina fáa hósvíkingar eina mestsum nýggja og prýðiliga kirkju. Gudstænastan í Hósvíkar kirkju verður send í útvarpinum beinleiðis klokkan 11, og seinnapartin sunnudagin verður upptøka frá gudstænastuni send í sjónvarpinum. Tað er ymiskt hvat ung halda, tá ein spyr um teimum dámar pappírsbøkur betur enn bøkur. Vit flyta okkum frá Vestmanna og til Klaksvíkar fyri at spyrja, hvat ungdómurin dámar betur. Eisini práta vit við ymiskar føroyskar rithøvundar. Benjamin N. Jacobsen hugleiðir í klummuni hesa ferð um støðuna hjá pappírsbókini. Hann hevur lisið enskt í York í Bretlandi og lesur nú sosiologi sum master. Hann hyggur at fyrimunum og vansum við bókum og pappírsbókum. Ikki eru tey nógv ung, ið læna bøkur longur, men vit práta við Tóru Sigmundsdóttir Brestsson, tí hon er ein av teimum, ið ganga regluliga í bókasavninum í Klaksvík. Eisini hoyra vit, hvat tey, sum arbeiða har, hava at siga um evnið Boð vóru komin um, at ungi maðurin var saknaður, og farið var at leita eftir honum um fýratíðina í gjár, upplýsir løgreglan í tíðindaskrivi. Listeriavandi í fleiri matvørum, klárar at eta, sum koma frá Delika Aalborg A S. Hetta skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan í tíðindaskrivi. Sylta, 300 gramm Kalkunsylta, 300 gramm Rullupylsa, 350 gramm Mesterp læg hamburgararyggur, 90 gramm Mesterpålæg roykt rullupylsa, 90 gramm Slagtermesterens hovmester svínatjógv, 1,5 1,8 kilo Partyskinke, bæði kóka og roykt Tað er ávíst listeria á framleiðsluútgerð og í eini einkultari liðugvøru. Sjúkueyðkenni við listeriasmittu er eitt nú beinkrím og líknandi sjúkueyðkenni, fepur, høvuðpína og møguliga maga og tarmtrupulleikar. Hendinga ferð kann listeria viðføra meningitis og blóðeitran. David Peattie skal veljast í nevndina á eykaaðalfundi um stutta tíð, og Clint Redman skal longu í hesum mánaðinum í starv og standa á odda fyri at fáa fígging til vega, sigur Ben Arabo, stjóri í Atlantic Petroleum. Spurningarnir hesaferð snúgva seg um, hvørt tað er í lagi at bróta avtalur um prís á jólagávum, um tað at vera single til veitslu saman við pørum, og um tað, at nú er lættari hjá ungum at vera leingi úti um næturnar. Tað er serliga danski javnaðarflokkurin sum hevur framgongd. Flokkurin hevði fingið sløk 29 prosent av atkvøðunum, ein framgongd uppá næstan trý prosentstig síðani fólkatingsvalið fyri hálvumøðrum árum síðani. Og danski javnaðarflokkurin fær atkvøðurnar frá Danska Fólkaflokkinum sum hevði havt somu afturgonghd, sum javnaðarflokkurin hevur í framgongd. Orsøkin verður hildin at vera, at javnaðarflokkurin nú sigur seg vera fyri at herða útlendingapolitikkin. Tað eru serliga laksur og síl sum økja nógv um norska útflutningin, og høvuðsorsøkin eru góðu prísirnir. Higartil í ár hevur Noreg útflutt 890.000 tons av laksi, fyri 55 milliardir norskar krónur , slakar 46 milliardir krónur í okkara peningi. Talan er um eina minking í nøgdini uppá góð 5 prosent, men prísurin hevur gjørt, at virðið er góð 30 prosent hægri enn somu tíð í fjør. Strandferðslan er ósamd í niðurstøðuni og fer tí í rættin við skúlasambandinum fyri at fáa endurgjald fyri mista inntøku. Tilsamans er talan um eina góða millión krónur. Poul Klementsen, formaður í skúlasambandinum sigur við portalin, at fyri góðum fýra árum síðani valdi skúlasambandið at bjóða busskoyringina út. Strandferðslan vann útbjóðingina og setti ein undirveitara at røkja uppgávuna. Klagur komu um, at bussarnir hildu ikki tíðina og at summir bussar vórðu í ringum standi, sigur hann. Tað batnaði ikki, og at enda høvdu vit fingið so nógvar klagur, at vit valdu at enda samstarvið, sigur Poul Klementsen. Strandferðslan góðtók ikki, at avtalan var misrøkt, so teir stevna eftir endurgjaldið uppá eina góða millión. Avtalan var, at koyringin kostaði millum 400.000 og 500.000 krónur um árið. Tað vórðu góð tvey ár eftir av sáttmálanum, tá avtalan steðgaði. Tað vilja teir so hava okkum at rinda fyri, sigur Poul Klementsen. Jens Petur Brattalíð, samferðsluleiðari á Strandferðsluni, sigur við in.fo, at málið er latið sakførara og av tí, at málið skjótt skal í rættin, vil hann ikki gera nakrar viðmerkingar til málið. Tá Pætur Bærentsen, bóndi í Kaldbaksboti, fyrrapartin kikaði fram í dal eftir brundunum, sum vóru sleptir, leggur hann til merkis, at hurðin í fremsta seyðahúsinum, frammi við bergholsmunnan, er afturlatin, og tað eigur hon ikki at vera. Pætur Bærentsen ivast ikki í, at fólk hava verið inni í seyðahúsinum, tí har vóru restir av plastposum og øðrum, sum Pætur einki kennir til, og sum ikki átti at verið í seyðahúsinum. Pætur Bærentsen hevur meldað tilburðin til løgregluna. Talan er um stovnin sum umsitur 3,6 milliardir norskar krónur, sum Noreg letur ES um árið. Pengarnir verða lætnir teimum fátækastu limalondunum í ES. Ein stovnur í ES umsitur pengarnar og býtir teir út. Stovnurin skuldi hava nýggjan stjóra í vár, men stjórin er enn ikki settur. Orsøkin er, at bæði Noreg og Ísland vilja hava stjóran. Tað sum nú hendir er ikki nakað eindømi, tí øll londini í EBS samstarvinum, Noreg, Ísland og Lichtenstein eru eisini ósamd á fleiri øðrum økjum, tá talan er um leiðandi størv í ES. Starvið sum stjóri í stovninum sum umsitur pengarnar frá EBS londunum er áramálssett. Tá freistin at søkja starvið var úti 3. mars í ár, vóru 15 umsóknir umrøddar, tvær úr Íslandi og 13 úr Noreg. Ein av umsøkjarunum var innstillaður til starvið, sum londini í felag skulu seta í starv. Men enn er einki hent, tí serliga Ísland og Noreg gera krav uppá starvið. Serligi stovnurin í ES fyri fátæku londini, skal býta út 25 milliardir krónur til verkætlanir í teimum fátækastu ES londunum frá 2014 til 2021. Umframt stjóran, starvast um 70 fólk á stovninum. Ísland og Lichtenstein hava fleiri ferðir ført fram, at Noreg hevur alt ov stórt vald á stovninum. Noreg heldur einki løgið vera í tí, tí landið letur nógv størsta partin av gjaldinum til ES. Noreg rindar 96 prosent av gjaldinum og Ísland og Lichtenstein hini fýra prosentini. 38 fólk hava latið lív og enn fleiri eru løstað í einum bumbuálopi á løgreglufólk uttan fyri eitt fótbóltsstadion í størsta turkiska býnum, Istanbul, í gjárkvøldið. 30 av teimum, ið hava latið lív, eru løgreglufólk. 155 fólk verða viðgjørd á sjúkrahúsi, og 14 teirra eru í lívsvanda, verður sagt. Ein maður í bumbuvesti rendi við bili sínum á ein politibil uttanfyri stadionøkið hjá fótbóltsfelagnum Besiktas tveir tímar aftaná, at ein dystur hevði verið har. Turkiska stjórnin sigur fyribils kanningar benda á, at tað er hernaðarligi vongurin hjá kurdiska arbeiðaraflokkinum PKK, ið stendur aftan fyri álopini. Tíggju fólk eru tikin, verður sagt. Ein røð av bumbuálopum hava verið í Turkalandi í ár. Og tá tað ikki hevur verið PKK, er Islamski staturin lagdur undir at hava framt bumbuálopini. Arktisk Kommando, sum er samanleggingin av Færøernes Kommando og Grønlands Kommando hjá donsku verjuni, sum hevur høvuðsstøð í Nuuk, skal eisini hava støð í Kangilinnguit, Grønnedal, í Grønlandi. Við nýggju avtaluni skal danska verjan brúka 120 miljónir krónur um árið til at verja økið hjá danska kongaríkinum í Arktis, millum annað við at seta upp fylgisveinar, dronur, nýggja tilbúgving og fleiri starvsfólk í Arktisk Kommando í Nuuk. Fyrrverandi flotastøðin í Kangilinnguit, Grønnedal, sum varð latin aftur í 2012, skal riggast til aftur. Hon skal brúkast sum logistiskt stuðulspunkt eitt nú til at goyma brennievni og útbúnað í sambandi við møguliga dálingarvanlukkur á havinum, stendur í avtaluni. Floksforkvinna Piratanna í Íslandi, Birgitta Jónsdóttir, er bjartskygd um, at tað fer at eydnast flokki hennara og teimum fýra flokkunum, hon hevur samráðingar við, at skipa stjórn. Eg eri 90 prosent vís í, at stjórnin verður skipað í seinasta lagi fríggjadagin, segði Birgitta í sjónvarpsviðtalu í íslendska ríkisútvarpinum í gjár. Altingið kom saman týsdagin, uttan at nøkur stjórn er skipað. Tað er sjáldsamt at so er, men tað er tó áður hent í íslendskum politikki. Spurningurin er so, um Birgitta Jónsdóttir hevur orsøk til at vera bjartskygd, at tað fer at eydnast henni at skipa stjórn, tí samráðingar hava áður verið millum hesar somu flokkarnar, men tær miseydnaðust. Í fíggjarlógini í ár eru 165 milliónirnar allar avgjald í fíggjarlógini. Men uppboðssølurnar í summar góvu til dømis 60 milliónir krónur. Landsstýrið hevur biðið Fíggjarnevndina broyta uppskotið, millum annað við dagførdari inntøkumeting. Hon er 105,6 milliónir krónur størri enn hon var síðst í september, tá fíggjarlógaruppskotið varð lagt fram. Støðan í FTZ deildini 1. VÍF 19 stig 13 dystir 2. H71 19 stig 12 dystir 3. Kyndil 17 stig 14 dystir 4. KÍF 16 stig 13 dystir 5. Neistin 12 stig 14 dystir 6. StÍF 10 stig 14 dystir 7. Team Klaksvík 01 stig 14 dystir Nógvar bátsvanlukkur hava verið í Skopun gjøgnum tíðirnar, og skopuningar hava framt fleiri bjargingarbrøgd. Skopuningar framdu eitt tiltikið bjargingarbragd í 1870, tá eitt fýramannafar av Skála kom illa fyri í ódnarveðri. Skopuningar mannaðu eitt tíggjumannafar at hjálpa teimum, men sluppu ikki aftur til bygdina og settu tí upp í Lokloysi og gingu haðani til hús. Allir komu heilir aftur. Jens Marius greiðir eisini frá øðrum bjargingum og vanlukkum á sjónum í 1880unum eins og ymsum fólkum, fyribrigdum og hendingum í Skopun tey fyrstu árini. Fíggjarmálaráðið ger ikki meira við málið um Søvn landsins og stjóran har. Tað hava tey seks starvsfólkini fingið at vita, sum kærdu um viðurskiftini á stovninum og um leiðsluevni stjórans. Fíggjarmálaráðið hevur sostatt sent Løgmansskrivstovuni málið aftur. Haðani kom tað, tí Mentamálaráðið av ógegni ikki kundi viðgera tað. Aðalstjórin í Mentamálaráðnum og stjórin á Søvnum landsins eru svágrar. Fíggjarmálaráðið letur Løgmansskrivstovuni málið aftur saman við eini frágreiðing um Søvn Landsins og eftirmeting av samanleggingini, sum Jóan Pauli Joensen, professari, varð biðin um at skriva. Men teir grundleggjandi trupulleikarnir eginleikar stjórans og viðferð hansara av starvsfólki verða ikki viðgjørdir í frágreiðingini, siga tey seks starvsfólkini, sum tíðliga í ár sendu Mentamálaráðnum kæruna. Vit vóna framvegis, at hesir trupulleikar verða tiknir í álvara og loystir. Hetta er avgerandi fyritreyt fyri, at samanleggingin kann eydnast, hava tey seks boðað frá í skrivi til Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, eftir at Fíggjarmálaráðið hevði sent teimum frágreiðingina hjá Jóan Paula Joensen. Tá Fíggjarmálaráðið ikki ger meira, merkir tað, at Løgmansskrivstovan hevur fingið málið aftur, men enn er ikki greitt, hvat henda skal, ella hvør loysnin verður á trupulleikunum, sum starvsfólkið í kæruni hevur víst á. 38 fólk hava latið lív og enn fleiri eru løstað í einum bumbuálopi á løgreglufólk uttan fyri eitt fótbóltsstadion í størsta turkiska býnum, Istanbul, í gjárkvøldið. 30 av teimum, ið hava latið lív, eru løgreglufólk. 155 fólk verða viðgjørd á sjúkrahúsi, og 14 teirra eru í lívsvanda, verður sagt. Jónas Tormóðsson Stóra, sum lesur samfelagsvísindi á RUC í Danmark, men er í løtuni skiftisnæmingur í Besiktas, var saman við og unnustu síni, Barbara Lervig. Tey vóru júst komin heim frá fótbóltsdystinum, tá tey hoyrdu um spreingingarnar Ein hernaðarligur kurdiskur bólkur, TAK, sigur seg hava skipað fyri bumbuatsóknini, og skal hevna, at politiski kurdiski leiðarin, Abdullah Øcalan situr fongslaður. Nýggja, stóra høllin í Ørestad á Amager verður skjótt liðug. Hon skal brúkast til ítróttar og konsert tiltøk, og einki er spart, heldur ikki uppá hotel og matstovurokningarnar hjá teimum, ið hava staðið fyri byggiarbeiðinum. Blaðið Berlingske hevur gjøgnumgingið túsund fylgiskjøl hjá felagnum Arena CPHX, ið stendur fyri byggingini, og blaðið skrivar, at meira enn tvær milliónir krónur eru brúktar á matstovum, til ferðir, umboðan og uppá at styrkja felagsskapin millum starvsfókið. Tá fimm fólk høvdu verið í USA var rokningin 200.000 krónur , og tá eitt starvsfólk hevði verið í Singapore á ráðstevnu var rokningin úr barrini á hotellinum 5.000 krónur Útreiðslurnar eru farnar langt upp um tað, ið góðtikið verður innan tað almenna, tí talan er um skattaborgarans pening, sigur Bente Hagelund, løgfrøðingur og serfrøðingur í fyrisitingarrætti við Berlingske. Frank Jensen, yvirborgarstjóri í Keypmannahavn, hevur í tíðindaskrivi boðað frá, at kommunan fer at kanna, um Arena CPHX hevur brotið reglurnar. Tá tingfundurin verður settur klokkan hálvgum tvey seinnapartin mánadag, tekur Helgi Abrahamsen sæti á tingi fyri Sambandsflokkin. Helgi Abrahamsen er fyrsti varamaður hjá Sambandsflokkinum, beint frammanfyri Gerhard Lognberg. Helgi Abrahamsen tekur hesaferð sæti fyri Magna Laksáfoss, sum fer í farloyvi til 16. desember. Helgi Abrahamsen er ikki nýggjur í tinginum. Hann hevur áður sitið á tingið og hann hevur eisini áður tiki sæti á tingið sum varamaður í hesari tingsetu. Ta ferðina var tað fyri Bjørn Kalsø. Heðin Mortensen vildi hava at vita frá landsstýriskvinnuni, nær tryggari viðurkifti og munagóð tiltøk til tess at bøta um arbeiðsviðurskiftini í heilsuverkinum fara at síggjast aftur. Fimm milliónir í fimm ár Í svari sínum vísir Sirið Stenberg á, at í fíggjarlógaruppskotinum til næsta ár, eru 5 milliónir játtaðar eyka at seta fleiri serlæknar í starv fyri. Samstundis miðar landsstýrið eftir at hækka ta játtanina við fimm milliónum um ári á hvørjum ári til 2020, so 20 milliónir verða settar av til serlæknar og onnur heilsustarvsfólk um fýra ár. Økta játtanin samsvarar við menningarætlanina sum landsstýriskvinnan fekk handaða frá einum serfrøðingabólki fyrr í ár. Menningarætlanina staðfesti, at trotið á serlæknum er størsta avbjóðingin hjá føroyska sjúkrahúsverkinum í løtuni. Í svarinum til Heðin Mortensen leggur Sirið Stenberg afturat, at menningarætlanin fyri sjúkrahúsverkið verður umrødd á aðalorðaskifti í Løgtinginum í januar, tá landsstýriskvinnan fer at koma við raðfestingum um, hvussu tilmælini í ætlanini skulu setast í verk. Zia er av hundaslagnum Mastiff, sum er heimsins størsta í hvussu so er tá tosað verður um vekt. Slagið Mastiff var serliga brúkt sum vaktarhundur, men í dag hava tey flestu hesar hundar sum vanlig húsdjór. Fuglfirðingar fáa nýggjan barnaskúla, musikkskúla og nýtt bókasavn alt í einum. í farnu viku samtykti eitt einmælt býráð at gera eina partalagsavtalu við smápartafelagið Heildarverk, Map arkitektar og ráðgevarafyritøkurnar SMJ og LBF fyrr Landsbyggifelagið, red . Sambært tíðindaskrivi frá kommununi er talan um størstu einstaku íløgu nakrantíð hjá kommununi. Tað skrivar kommunan, hóast endaligur byggikostnaður enn ikki er fastsettur. Sambært kommununi er talan um ein nýhugsaðan bygning, har serliga náttúrulærugreinar verða hugsaðar inn í sjálva byggingina og innrættingina. Býráðssamtyktin merkir, at farast kann undir fyrsta part av arbeiðnum, sum er at gjøgnumganga ætlanina og áseta endaliga byggikostnaðin. Á Kanariuoyggjunum hitta Rúnar og pápin, Marjuna og Nannu, og ein hvínandi og svangan hund, sum tey vilja hjálpa. Rúnar og Marjun kalla hann Ninja og ansa eftir honum. Tey vilja hava hann heim við sær. Men ber tað til Hjálmar Dam lesur. Leivur Thomsen var tøkningur. Sverre Knudsen skrivaði og Hildigunn Niclasen týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Nám góvu út í 2011. Søgan er í fýra pørtum. Á Kanariuoyggjunum hitta Rúnar og pápin, Marjuna og Nannu, og ein hvínandi og svangan hund, sum tey vilja hjálpa. Rúnar og Marjun kalla hann Ninja og ansa eftir honum. Tey vilja hava hann heim við sær. Men ber tað til Hjálmar Dam lesur. Leivur Thomsen var tøkningur. Sverre Knudsen skrivaði og Hildigunn Niclasen týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Nám góvu út í 2011. Søgan er í fýra pørtum. Á Kanariuoyggjunum hitta Rúnar og pápin, Marjuna og Nannu, og ein hvínandi og svangan hund, sum tey vilja hjálpa. Rúnar og Marjun kalla hann Ninja og ansa eftir honum. Tey vilja hava hann heim við sær. Men ber tað til Hjálmar Dam lesur. Leivur Thomsen var tøkningur. Sverre Knudsen skrivaði og Hildigunn Niclasen týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Nám góvu út í 2011. Søgan er í fýra pørtum. Á Kanariuoyggjunum Rúnar og pápin, Marjuna og Nannu, og ein hvínandi og svangan hund, sum tey vilja hjálpa. Rúnar og Marjun kalla hann Ninja og ansa eftir honum. Tey vilja hava hann heim við sær. Men ber tað til Hjálmar Dam lesur. Leivur Thomsen var tøkningur. Sverre Knudsen skrivaði og Hildigunn Niclasen týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Nám góvu út í 2011. Søgan er í fýra pørtum. Dánjal Norðberg sigur sjálvur, at honum hevur altíð dámað avbera væl at fáast við føroyskan mat, at vera trivaligur og at fáa hann at smakka. Í barnaheiminum hjá Dánjali vóru tey 15 fólk í húsi og ein forsyrgjari. Tey vóru 11 systkin, níggju beiggjar og tvær systrar, mamman og pápin og hjá teimum búðu eisini omman og abbin. Í sendingini sigur hann millum annað frá einari stórari grind seinast í tríatiárunum, tá úti við 1.000 hval løgdu beinini í Hvalba. Pápin fekk ikki minni enn 10 hvalir í sín part, men alt varð etið, sigur Dánjal. Hann sigur eisini frá einum serliga stórum nótakasti, tá teir fingu upp í 60 bátar av seiði. Parturin hjá Dánjali var upp í 25 leypar. Dánjal Norðberg sigur eisini frá einari serligari hending, tá mamman var sjúk og skuldi fara til Havnar. Men hon kundi ikki fara, tí støðan í heiminum var so vánalig. Hungur var í Hvalba. Eingin grind hevði verið í nógv ár. Tá hon fór í song um kvøldið, bað hon Guð um at senda eina grind, tí hon hevði einki at geva børnunum. Morgunin eftir vóru grindaboð og hon legði beinini í Hvalba. Sitandi býráð í Tórshavnar kommunu, er innkallað til býráðsfundin hósdagin 15. desember. Tað merkir, at Tórshavnar kommuna ikki skipar seg av nýggjum á tí fundinum heldur. Tey nývaldu mugu innkallast, um býráðið skal skipa seg av nýggjum. Hava skipað seg Nógvu kommunurnar runt landið hava longu skipað seg av nýggjum, so tey, sum vunnu valið 8. november, nú manna bý og bygdaráðini og tær mongu nevndirnar, sum kommunur hava undir sær. Men sambært Bjørgfríð Ludvíg, kommunustjóra í Tórshavnar kommunu, skipar býráðið seg ikki av nýggjum á komandi fundinum, sum verður hósdagin. Skráin er gjørd og hon broytist ikki aftur. Nývalda býráðssamgongan var longu byrjað at ótolnast um mánaðarskiftið og sendu tey tí Heðini Mortensen, borgarstjóra í Havn, skriv, har tey heittu á hann, um at kalla inn býráðið skjótast gjørligt, til tess at fáa skipað nýggja býráðið. Tað nýtist honum heldur ikki, tí sambært lógini um kommunustýri, so skal nývalda kommunustýrið ikki skipa seg fyrr enn í seinasta lagi innan árslok. Bæði skandinaviska flogfelagið, SAS, og skotska felagið, Loganair, sleppa at flúgva til Føroya, og harvið bjóða Atlantic Airways av á føroyarutuni. Poul Michelsen, landsstýrismaður, legði sítt tilmæli fyri landsstýrið fyrrapartin, og landsstýrið er sinnað av lata bæði flogfeløgini sleppa at flúgva til Føroya. Gestir í Skáanum eru Petur Martin Hansen, leiðslufulltrúði hjá Heilsutrygd, Odmar Færø, formaður í Tannlæknafelagnum, og Teitur Herup, tannlækni á Tannlæknamiðstøðini í Havn. Landsstýrið arbeiðir mest møguligt uttan um løgtingið, og tá tað ikki ber til, verður tingið brúkt sum stempulkontór hjá landsstýrinum, tí løgmaður og landsstýrisfólkini stýra viðgerðini í løgtinginum frá byrjan til enda. Undir hesi uttanum parlamentarisku skipan hevur fíggjarlógaruppskotið eisini verið viðgjørt, har landsstýrið hevur stýrt viðgerðini alla tíðina, siga Bárður Nielsen og Jacob Vestergaard. Teir siga, at uttanum parlamentariska arbeiðið kom veruliga til sjóndar, tá meirilutin í fíggjarnevndini einsamallur fór at viðgera fíggjarlógina vikuskiftið 3. og 4. desember. Og 5. desember varð fíggjarnevndarfundurin útsettur, tí meirilutin einsamallur hevði fund við landsstýrið. Landsstýriskvinnan kom í tingið at leggja síðstu hond á fíggjarlógaruarbeiðið, og hevði nýggja inntøkumeting við sær. Hetta vóru upplýsingar, sum minnilutin einki innlit hevði í, siga Bárður á Steig Nielsen og Jacob Vestergaard. Hetta er óvanligur arbeiðsháttur, og samsvarar ikki við stýrisskipanarlógina, ið ásetir, at tað skal vera greiður skilnaður millum útinnandi og lóggevandi valdið, sigur minnilutin í álitinum. Bárður á Steig Nielsen og Jacob Vestergaard hava fleiri broytingaruppskot, sum sambært teimum hava við sær, at avlopið á fíggjarlógini næsta ár verður 250 milliónir krónur Minnilutin tekur eisini undir við nøkrum av teimum broytingum, sum meirilutin í fíggjarnevndini mælir til, hóast minnilutin ikki hevur havt møguleika at viðgera fíggjarlógaruppskotið saman við meirilutanum. Bárður á Steig Nielsen og Jacob Vestergaard siga, at minnilutin væntandi kemur við fleiri broytingum til fíggjarlógina, bæði við 2. og 3. viðgerð. Keldan gevur út nýggja fløguna hjá bólkinum Marstin and the Revelators. Fløgan ber heitið Reach for the heights. Á fløguni eru 9 sangir, sum Martin í Grund hevur skrivað. Í sambandi við útgávuna verður ein útgávukonsert í Kelduni 16. desembur kl. 20. Embers, ið er ein nýggjur bólkur mannaður av Annbritt Lamhauge, Ólavur Abrahamsen og Karstin Justesen koma at hita upp. Í februar var Hans Andrias í Sveits og gjørdi tónleik til film. Har kom hann í samband við Helga Jonsson, sum er giftur við tónleikaranum, Tina Dickow. Samstarvið teirra millum gekk so mikið væl, at Hans Andrias nú hevur fingið innbjóðing at spæla og taka upp tríggjar vøgguvísur, sum føroyingar sleppa at velja. Rættiliga nógv góð boð eru longu komin. Nevnast kunnu Á ferð í dreymaland, Góða mamma eg vil sova, Góða mamma kom nú og Blunda blunda. Hans Andrias vil tó fegin hava fleiri góð uppskot. Hevur tú eitt boð, so er at skriva á facebookvangan hjá Nordiske vuggeviser. Leinkið er her Forkvinnan í Fíggjarnevndini vísir atfinningunum aftur, men fer at royna at bøta arbeiðslagið millum samgongu og andstøðu í nevndini. Landstýrið arbeiðir uttan um løgtingið, og løgtingið verður brúkt sum stempulkontór. Tað siga Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, og Jacob Vestergaard, tingmaður fyri Fólkaflokkin, og limir í Fíggjarnevndini. Teir báðir eru rættuliga hvassorðaðir í áliti sínum til fíggjarlógina. Síðani hendan samgongan tók við landsins leiðslu, hevur ein nýggj óskrivað og ósamtykt stýrisskipan tikið seg upp. Landsstýrið arbeiðir mest møguligt uttan um Løgtingið, og tá tað ikki ber til, tí Løgtingið hóast alt er lóggevandi, verður Løgtingið brúkt sum stempulkontór hjá landsstýrinum, tí Samgonguumboðini í Vinnunevndini mæla til at selja tað sum kvoturnar hækka í mun til í ár, og fleiri skulu sleppa framat at keypa. Støðan er ógreið, tí enn eru kvoturnar fyri svartkjaft og sild ikki ásettar, meðan kvotan av makreli verður umleið 15.000 tons størri enn í fjør. Skulu øll tey tonsini seljast, saman við tí, sum er selt í ár, so verður talan um 24.000 tons Út frá metingunum hjá fiskifrøðingum, roknar andstøðan við, at sølan av sild fer úr 4.000 upp í 60.000 tons, og sølan av svartkjafti úr 20.000 upp í 140.000 tons. Fólk, sum stødd í Aleppo, hava boðað frá ræðuleikum seinastu dagarnar, tí álopini á uppreistrarbólkar eru herd nógv, uttan at fyrilit yvirhøvur verða tikin at verja sivilfólk, børn ella kvinnur. Ein amerikanskur diplomatur sigur við BBC, at í minsta lagi 50.000 fólk støðugt eru undir bumbuálopum, tí Russland og Sýria sýta fyri at stegða álopunum, so sivilfólk sleppa burtur, ella at veita løstaðum hjálp. Eisini Jan Egeland, serligi mannarættindaráðgevin hjá ST, hevur fremstafingur á lofti og sigur, at Sýria og Russland nú einsamøll hava ábyrgdina fyri ræðuleikunum í Aleppo. Sýriskar stjórnardeildir hava við russiskari hjálp seinasta mánaðin vunnið aftur meiri enn 90 prosent av økinum í Aleppo, sum uppreistrarbólkar hava havt valdið á. Sambært almennum tølum frá Assad forseta, hava 550 sivilfólk og 360 uppreistrarfólk hava latið lív í Aleppó seinasta mánaðin, men keldur hjá BBC vilja vera við, at veruliga talið á deyðum í Aleppo er nógv størri. Maðurin, sum er úr Skotlandi, varð ákoyrdur, meðan teir lossaðu svartkjaft úr russiska trolaranum Meexahnk Ceepren Atanob. Maður slapp við smásnuddum, hann fekk skursl á fótablaðið. Rex Tillerson er ímyndin av amerikanska dreyminum. Hann er treiskur og hevur drúgvar royndir, og tað at hann skilir so væl geopolitisk viðurskifti, ger, at hann verður ein framúr góður uttanríkisráðharri, segði Donald Trump, tá hann hevði tilnevnt Tillerson uttanríkisráðharra. 64 ára gamli Tillerson er millum annað kendur fyri síni góðu handilssambond við russiska forsetan, Vladimir Putin. Hann er fyri fríhandli og heldur, at USA eigur at hava nógva hermegi í Miðeystri. Í dómsnevndini eru Niels Mortensen, nevndarformaður í Atlantic Airways, Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, Johnhard Mikkelsen í Málráðnum, Birgir Kruse, ritstjóri á Námi, og Marna Jacobsen, ritstjóri á Bókadeildini. Tey yvir 600 uppskotini, sum eru komin, kunnu setast í nakrar bólkar, sum eru Føroya søga, norrøna gudalæran, fuglar, blómur, fiskar, náttúran, so sum fjøll, og kendir føroyingar, bæði deyð og livandi. Passlógin í Danmark varð broytt 1.mars í fjør við tí endamáli at styrkja átøkini móti at útvega fólk til vápnað stríð í eitt nú Sýria og Irak. Lógarbroytingin loyvir løgregluni at nokta fólki at fáa pass ella taka passið frá fólki. Landsstýrið helt, at hendan lógarbroytingin er ikki viðkomandi at seta í gildi í Føroyum. Kristin Michelsen, Magnus Rasmussen, Edmund Joensen, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur og Hilbert Elisson halda, at hendan broytingin eigur eisini at koma í Føroyum. Hvør veit ella kann siga, at vit ikki kunnu hava onkran radikaliseraðan ungdóm í Føroyum, spyrja løgtingsfólkini. Tað er tí ein skeiv avgerð hjá løgmanni ikki at taka hesa broytingina við, nú passlógin skal dagførast. Tey siga, at av tekniskum orsøkum ber ikki til at koma við broytingaruppskoti til lógaruppskotið hjá løgmanni. Annars eru gjørdar seks broytingar í passlógini frá 1999 til 2013, sum ikki eru settar í gildi í Føroyum. Vit uppdagaðu kappingina á facebook vanganum hjá Lars Løkke Rasmussen, sigur Kira Hendriksdóttir, mamma Rakul. Vinningurin fyri at tekna jólakortið er ein døgurði saman við danska forsætisráðharranum. Tær eru bodnar til Danmarkar, at eta døgurða einaferð í januar 2017. Føroysk plakatlist hevur vundið nógv uppá seg seinastu tíðina, og nú fara fimm listafólk at vísa sínar plakatir fram í Perluni í Havn. Tey fimm eru The Petur aka Petur Hansen, Steintóra Gleðisheygg Joensen, Ann Mari Egholm, Gunn Sloan Møller og Gurilla aka Guðrið Syderbø. Samrøða við Súsanna í Skumputoft, millum annað um søgnina um Húsfrúnna í Húsavík. Eisini syngur Súsanna í Skumputoft ein Kingosálm Lover nu Herren . Vit eru á ferð við einum 7 flokki úr Hoyvíkar Skúla, sum á vári 2007 vitjaði í Uummannaq. Hesin fjarskotni grønlendski býurin liggur langt norðanfyri pólkringin. Har er lívið merkt av tætta tilknýtinum til náttúruna og føroyingarnir uppliva tann heilt serliga túrin á hundasletu tvørtur um grønlendsku ísoyðuna. Ferðin í Grønlandi ristir seg fast í minni hjá teimum ferðandi. Samr.v. Jonna Færø, ferðaleiðari. Sandra Sørensen, næmingur Trúgvi Dahl Ása Winther Poulsen, næmingur Margrethe Kleeman, lærari, Uummannaq Ann Andreassen, Barnaheimið í Uummannaq Jóhann Húsgarð, næmingur Bjørg Osberg Hansen Odmar Færø Marianna Eysturoy Tórður Dahl, næmingur Men eftir ein fund við borgarstjórarnar í Vágum, sum hava ampa av rúsevnisnýtslu hjá ungum í oynni, og eftir, at politiið fekk at vita, at skotska flogfelagið Flybe hjá Loganair fer at flúgva til Føroya, krevst manning til Schengen eftirlit, tað er passeftirlit, á flogvøllinum í Vágum. Eftir at nógvir politistar síðani í vár eru farnir í farloyvi, eisini barsilsfarloyvi, og onnur eru farin frá fyri aldur, avgjørdi politileiðslan í Føroyum hálvan november at gera nýggja vaktarskipan, sum kemur í gildi 6.februar næsta ár. Í svarinum verður eisini upplýst, at politistøðin í Klaksvík verður mannað alt samdøgrið soleiðis, at um náttina mánadag til hósdag fer ein bilur úr Miðøkinum at koyra í Norðurøkinum. Reiðarafelagið hevur gjørt ein heldur óvanligan lobbyfilm um føroyska fiskivinnu, samstundis sum politiska skipanin stríðist við at fáa eina fiskivinnunýskipan innanborða. Vit ummæla filmin. Landið hevur avgjørt at lata skandinaviska flogrisan SAS sleppa at kappast við Atlantsflog. Er kappingin kærkomin Ella er vandi fyri, at vit missa tamarhaldið á lívsæðrini út í heim Hon sigur, at landsstýrið boðaði fyrr í ár frá, at ætlanin er at veita stuðul til byggingina í 2018 og 2019, og at peningur verður settur av á løguætlanini hesi bæði árini. Men ein fyritreyt fyri, at arbeiðið kann byrja í 2018, er, at skúlin verður projekteraður í 2017, og tí má Húsarhaldsskúlin fáa ið hvussu er eina hálva millión krónur næsta ár til neyðugu fyrireikingarnar, áðrenn verkætlanin verður boðin út, sigur Jóhanna á Tjaldrafløtti, skúlastjóri. Hon vísir á, at Klaksvíkar býráð hevur givið treytaða tilsøgn um at rinda helvtina av kostnaðinum av nýggjum húsarhaldsskúla, um landið rindar hina helvtina. Jóhanna á Tjaldrafløtti heldur, at hetta eigur at viga tungt, tá landið sigur, at tað hevur ikki nóg mikið av peningi til allar íløgur. Eftir ætlan skal nýggi húsarhaldsskúlin í Klaksvík verða liðugur í 2019. Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin skjóta upp í sínum minnilutáliti til fíggjarlógina at játta eina hálva millión krónur at fyrireika bygging av nýggjum húsarhaldsskúla í Klaksvík. Orsøkin er, at í Føroyum er bara loyvt at selja fýrverk frá 27. til 31.desember. Lógin um marknaðarføring sigur, at fyri at kunna lýsa við fyrr og nú prísum, skal vøran vera seld í fýra samanhangandi vikur. Hinvegin ber til at geva avsláttur. Til dømis ber at lýsa, at 200 krónur verða spardar, um trý battarí, sum hvørt kostar 400 krónur , kosta 1.000 krónur tilsamans. Sambært Brúkaraumboðnum eru hópavsláttur og pakkatilboð loyvd. Fortreytin er kortini, at seljarar samstundis hava eina veruliga sølu av vøruni hvørjari sær. Føroya Reiðarafelag vil útinna áhugamálini hjá reiðarum, millum annað at gera sáttmálar við feløgini fyri manningar á føroyskum fiskiskipum. Stjórin umboðar eisini felagið í nevndum og ráðum á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Stóra broytingin í gongdini í fólkatalinum kemur í høvuðsheitum av flytingini, har serliga fráflytingin er minkað nógv, samstundis sum tað hevur verið lítil vøkstur í tilflytingini. Nettotilflytingin er 454, tað er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopið er 289, ið er munurin millum fødd og deyð. Gongdin, sum vit síggja í fyrra 12 mánaðarskeiðinum 2014 2015, verður enn greiðari í seinna 12 mánaðarskeiðinum 2015 2016 At nú er nettotilflyting alt árið uttan í august, at nettofráflytingin í august nú er nógv minni enn árini frammanundan. Verður gongdin næstu mánaðirnar á leið, sum hon er nú, veksur fólkatalið enn skjótari upp móti teim 50.000, enn væntað hevur verið. Nógv størsti vøksturin í tali er í Tórshavnar kommunu við 412 fólkum hetta eru 55 prosent av fólkavøkstrinum fyri alt landið. Síðan er ógviliga langt niður til hinar kommunurnar. Samlað yvirlit yvir vøkstur í fólkatalinum hetta tíðarskeiðið Tórshavnar Kommuna er vaksin við 412 fólkum Klaksvíkar kommuna er vaksin við 64 fólkum, Eystur kommuna við 37, Vága kommuna við 36, Nes og Sjóvar kommunur við 28 fólkum hvør, Vágs og Tvøroyrar kommunur við 22 hvør, Eiðis kommuna við 18, Fuglafjarðar, Sunda, Runavíkar og Hvannasunds kommunur við 15 16 fólkum hvør, Sumbiar, Kvívíks og Sørvágs kommunur við ávikavist 13, 11 og 10 fólkum, Skopunar, Skálavíkar og Fugloyar kommunur við 6 7 fólkum hvør, Sands og Kunoyar kommunur við ávikavist 4 og 2 fólkum Í Viðareiðis kommunu er fólkatalið óbroytt. Minking er í Hvalbiar, Vestmanna og Porkeris kommunum við ávikavist 13, 10 og 9 fólkum. Í Hovs kommunu við 6, Húsa og Fámjins við 3 hvør, Kunoyar og Húsavíkar við 2 hvør og Skúvoyar við 1. Keypur tú vistfrøðiligar matvørur, fært tú betrismakkandi mat, og tú sleppur undan kemi. Men tú skalt ikki velja vistfrøðiligt framum fyri ein og hvønn prís, sigur Snorri Patursson, kostfrøðingur. Um tú fert at keypa inn, og handilin einki vistfrøðiligt grønmeti hevur, skalt tú ikki lata vera við at keypa grønmeti , sigur hann. Snorri Patursson greiður okkum eisini frá, hvat fairtrade er. Fairtrade er eitt stempul, sum vit ofta finna á kaffibønum og sjokolátu. Stemplið sigur nakað um, at teir bøndurnir, sum hava framleitt rávørurnar, arbeiða undir virðiligum korum og fáa nóg mikið fyri sína vøru. Keypa vit fairtrade, kunnu vit gera ein mun fyri lokalsamfelagið , fortelur hann. Tá tú sært eitt fairtrade stempul á tíni matvøru, kanst tú kenna teg vísan í, at tað eru sett nøkur krøv til framleiðaran av vøruni Framleiðarin skal millum annað lúka krøv sum, at bygnaðurin í fyritøkuni skal vera demokratiskur. Framleiðslan skal eisini vera burðardygg og á ongan hátt skaða náttúruna. Haraftrat er eisini eftirlit við, at fyritøkurnar hava ordiligar barsilsreglar og á ongan hátt nýta tvingsils ella trælaarbeiði. Føroyingar keypa meir og meir vistfrøði Fyri at kanna, hvat føroyingar halda um vistfrøði, leitaðu vit okkum til marknaðarleiðaran hjá Føroya Keypssamtøku. Bo Møller hevur 38 ára royndir úr handilsvinnuni og kennir um nakar føroyska brúkaran. Vit keypa meir vistfrøðiligt fyri hvønn dag , sigur Bo Møller. Summi arbeiða jólaaftan, børnini gleða seg og onkur hevur føðingardag jólaaftan. Vit fara at tosa við børn og vaksin, sum siga okkum, hvat tey gera jólaaftan. Í 2005 varð Sjónvarp Føroya lagt saman við Útvarpi Føroya fyri at styrkja stovnin og skapa synergi, ella samvirkanarárin, og á tann hátt troyta tilfeingið og førleikarnar á stovunum báðum. Hoyr sendingina um Kringvarp Føroya og Public Service her. Millum annað eru samrøður við Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum, Liljuna Weihe, tíðindaleiðara umframt kjak millum Bjørn Kalsø, fyrrverandi landsstýrismann í mentamálum, Annitu á Fríðriksmørk varalim í mentanarnevndini og Bill Justinussen, tingman fyri Miðflokkin. Klokkan var farin av fimm í morgun, tá løgtingsfólk og landsstýrisfólk sluppu til hús, tí ikki fyrr enn tá var tingfundurin liðugur. Helgi Abrahamsen, sum í løtuni er løgtingsmaður, er eisini blaðmaður á Norðlýsinum. Hann skrivar har, at tingfundurin, sum byrjaði gjáramorgunin klokkan 10.00, endaði ikki fyrr enn klokkan var farin av fimm í morgun. Men Jacob Vestergaard í Fólkaflokkinum bað um, at atkvøtt varð um hvørja einstaka kontu í fíggjarlógini, og tær eru nógvar. Atkvøðugreiðslan tók hálvan annan tíma. Helgi Abrahamsen skrivar í Norðlýsinum, at tingfundurin varð niðurlagdur í ein tíma eftir at orðaskiftið var endað, tí fyrisitingin í løgtinginum skuldi gera klárt til atkvøðugreiðsluna. Øll broytingaruppskotini hjá samgonguflokkunum vórðu samtykt, og øll broytingaruppskotini hjá andstøðuni fullu, skrivar Norðlýsið. Fíggjarlógin skal hava eina viðgerð afturat. Hon verður á tingfundinum, sum byrjar í morgin klokkan 10.00. Kvívíkar Kommuna skrivar á heimasíðuni, at avtala er gjørd við Petur Larsen, sum hevði lægsta tilboð at fáa til vega og leggja út bátabrúgvar til bátahylin á Válinum. Arbeiðið við dýpingini hevur gingið væl, og bara smávegis er eftir at dýpa, áðrenn farast kann í gongd við at leggja brúgvarnar út, skrivr heimasíðan hjá Kvívíkar Kommunu. Rasmine Jeremiassen Normann, sum er forkvinna í innsavningarnevndini, sigur, at útgerð fyri 100 túsund krónur er farin fyri skeyti, og at í hvussu er 12 persónar eru komnir illa fyri av hesum. Vit vóna veruliga, at øll vilja hjálpa. Innsavningar hava fyrr verið til útlond, og vit halda, at nú er stundin koma at hjálpa hvørjum øðrum í Grønlandi. Fiski og veiðimenninir fáa einki gjørt. Jólini nærkast, og tey sleppa ikki á flot ella at veiða. Her í økinum fara vit á veiði við hundasletu og ikki á kavaskutara, og nógvir hava mist hvølpar. Tí hava vit brúk fyri stuðli, sigur Rasmine Jeremiasen Normann. Morgunsendingin tosar við Nainu Jespersen, leiðara á kundatænastuni í BankNordik, sum eisini greiðir frá hvørjar aðrar møguleikar kundarnir hava, nú kekkarnir hvørva á nýggjárinum. Maðurin, sum var ættaður úr Makedonia, søkti um friðskjól í Íslandi, men hevði fingið noktandi svar, og hevði síðani sent avgerðina til íslendsku kærunevndina, og haðani bíðaði hann eftir svari. 26 ára gamli maðurin setti eld á seg á Víðines miðstøðini nærindis býarpartinum Mosfellbær í Reykjavík. Miðstøðin er til fólk, sum søkja um friðskjól. Maður hevur, sum skilst, liðið av tunglyndi í eina tíð. Sama dag, sum hann setti eld á seg, hótti ein annar asyl søkjari við at gera skaða á seg sjálvan. Umboð fyri ReyðaKross í Íslandi siga, at umstøðurnar á miðstøðini eru út av lagi vánaligar. Fólkini eru avbyrgd, hava einki at takast við og mangla sálarligan stuðul. Íslendska útlendingarstovan tók Víðines bygningin í nýtslu fyri stuttum, fyri at bøta um higartil størstu tilgongdina av asylsøkjarum nakrantíð. Alti Vidar Tórsteinsson, verkætlanarleiðari í ReyðaKrossi í Íslandi, sigur, at tey fleiri ferð hava biðið um betri viðurskifti. Ábøturnar hava verið seinar á veg. Vit kunnu siga, at umstøðurnar á Viðinesi eru ikki nøktandi. Fólk eru ónøgd við at tey eru so avbyrgd, buss sambandið er vánaligt, internet sambandið er vánaligt og tey hava einki at gera. Tað, sum hendi í farnu viku staðfestir tørvin á sálarligari hjálp til asylsøkjarar. Hjálpin, sum tey fáa nú, er ikki so skjót og góð, sum vit høvdu ynskt, sigur Atli Vidar Torsteinsson, verkætlanarleiðarin hjá Reyðakrossi. Fyrstu 10 mánaðirnar í ár, hevur Ísland fingið 85 umsóknir frá makedónarum, sum siga seg verða í lívsvanda av politiskum ávum, um tey fara heimaaftur. Men tey hava eisini fingið noktandi svar. Tvey bókaummæli eru. Í august mánaði í ár gav dansk føroyska Siri Ranva Hjelm Jacobsen út debutskaldsøgu sína Ø, ið kom út á forlagnum Lindhardt og Ringhoff. Malan Marnersdóttir ummælir skaldsøguna, ið hevur fingið góð ummæli í Danmark. Árliga framsýningin Myndaódn er latin upp í grafiska verkstaðnum Steinprenti í Havn. Har hitta vit Kinnu Poulsen. Vit skifta orð við Andrias Høgenni, sum annað árið á rað hevur vunnið filmsvirðislønina Geytan eisini hitta vit Birgir Kruse, formann í Geyta dómsnevndini. Fyrr í heyst komu tvær yrkisbøkur um tveir víðagitnar føroyskar sjógarpar út. Talan er um Nólsoyar Páll og Magnus Heinason. Óli Olsen og Páll Nolsø hava skrivað. Jógvan Svabo Samuelsen, løgfrøðingur, umrøður bøkurnar. Og vit fara eisini at hoyra Turið Sigurðardóttir lesa á føroyskum Gullhornini eftir Adam Øhlenschlager frumyrkingina í donskum bókmentum sum Turið sjálv hevur týtt. Súsanna misti mannin fyri 3 árum síðan, men hóast tað hevur hurð hennara verði opin fyri teimum, ið so mong ár hava verið til morgunkaffi har. Hey. Susanna Holm í Vági er eitt upplagt evni til Jólakurvina. Gjøgnum nógv ár 20ár hevur hon havt morgunkaffi fyri nøkrum pensjonistum 6 7 har tað verður tosa um alt, bara ikki politikk og religión. Hon er altíð klár at geva eina hjálpandi hond tá fólk spyrja hana um at baka eina kaku o.a Fyri 3 árum síðan misti hon mannin í einari vanlukku á sjónum. Sterk sum hon er, var hurðin altíð opin fyri øllum sum vildi vísa samkenslu. Mangan er tungt at sita einsamallur og tí hevur Susanna Holm uppborið at fáa eina Jólakurv frá tykkum í GMF. Í hesum sambandi vóru tey á konsertferð í Føroyum. Útgávukonsertin var í Sjónleikarhúsinum í Havn, har spæliglaðu og navnframu forferdrarnir hjá Konni eisini hava verið í mongum vasi. Tað ber heldur ikki til at flyta pengar millum Tryggingarfelagið og Eik banka uttan góðkenning frá tveimum eftirlitum og trimum nevndum. Dennis Holm, borgarstjóri í Vági, vil ikki hava sitandi á sær, at ætlanin hjá Vágs býráði um ein ítróttareftirskúla er sett í verðina fyri at skapa tvídrátt um ætlaða eftirskúlan í norðaru helvt á Suðuroynni. Talan um tvær ymiskar verkætlanin, og tørvur er á báðum, heldur borgarstjórin. Ætlanin hjá Vágs býráði er at hýsa eftirskúlanæmingunum í somu smáttunum, sum í dag hýsa næmingunum á ítróttarháskúlanum. Og harumframt er nógv orka seinastu árini løgd í at fáa til vega umstøður til ítróttin í kommununi, eitt nú langhylurin. Dennis Holm kennir einki til, at Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, skal hava hótt við at slíta samgonguna, um peningur verður játtaður til ítróttareftirskúlan í Vági. Í lógaruppskoti mælir flokkurin til, at landsstýriskvinnan í mentamálum sleppur at geva sjálvsognarstovninum Húsarhaldsskúla Føroya í mesta lagi 18 milliónir krónur Afturfyri skal Mentamálaráðið fáa tinglýstan veðrætt í skúlanum fyri rentu og avdráttarfría stuðulslánið úr landskassanum. Klaksvíkar kommuna hevur játtað at lata aðrar 18 milliónir til byggingina. Mentamálaráðið hevur saman við øðrum fyrireikað byggingina í Klaksvík síðani 2014. Millum annað hava Bústaðir verið við í fyrireikingunum, tí Bústaðir skulu byggja næmingabústaðir. Í løtuni er pláss fyri 21 næmingum á Húsarhaldsskúlanum. Fleiri fráboðanir eru komnar úr Aleppo um, at stjórnardeildir hava skotið eftir fyrsta sjúkrabilinum, sum skuldi flyta burtur særdar íbúgvar úr eysturbýnum í Aleppo. Tvey sjálvboðin hjá okkum hava fingið løstir av skotum frá snigskjúttum hjá sýriska stýrinum, tá tey skuldu slóða veg fyri sjúkrabilum í vesturbýnum í Aleppo, sigur Khaled Khatib í sjálvbodna hjálpabólkinum, Hvítir Hjálmar. Sambært sýriska mannarættindafelagsskapinum, SOHR, eru fyrstu bilafylgini við løstaðum longu farin úr Eystur Aleppo yvir í vesturbýin. Sambært AP tíðindastovuni váttar umboð fyri sýriska herin, at alt er tilreiðar at flyta burtur sivil og uppreistrarfólk, so tey sleppa úr Aleppo tá tey vilja. Í fyrstu atløgu er talan um 200 til 250 persónar, sum hava tørv á viðgerð. Vit hava 10 sjúkrabilar og umleið 20 bussar, sum skulu flyta fólkini gjøgnum økið, sum stjórnardeildir hava valdið á, til vesturbýin í Aleppo, sigur Ola Ulmo, sum umboðar Noreg í ReyðaKrossi í Sýria, við norska TV2. Vit hava frætt, at skotið er eftir bilafylginum. Eg kann tó ikki vátta tað, men vit bíða eftir fráboðan frá okkara fólkum í Aleppo, sigur Ulmo. Sýriskir uppreistrarbólkar hava fyrr sagt, at hetta er nýggj roynd at flyta fólk úr Eysturaleppo, eitt samdøgur eftir fyrru royndina, sum miseydnaðist, tí íbúgvarnir noyddust at flýggja undan nýggjum luftálopum. Vápnahvíld er nú í Aleppo eftir samráðingar millum russarar og turkiska HálvMána. Fyrsti bólkurin av sivilum og særdum fólkum fara úr býnum nú í lýsingini í dag, sigur Yasser al Youssef, talsmaður fyri uppreistrarbólkin Nur eddine al Zinki. Sambært avtaluni skulu fólk í tveimum bygdum í útnyrðingspartinum av Sýria, sum uppreistrarbólkar hava valdið á, fyrst flytast burtur. Sýriskir myndugleikar og sameindu tess í Iran siga, at flytingini úr EysturAleppo byrjar, tá fólk eru farin úr hesum báðum bygdunum, sigur BBC. Fleiri túsund fólk eru framvegis eftir í økinum, sum uppreistrarfólk hava valdið á, og ST lýsir støðuna at vera vanlukkuliga. Sýriski ReyðiKrossur sigur, at tey hava 10 sjúkrabilar standandi til reiðar fyri at taka ímóti særdum og sjúkum sivilum íbúgvum. Danisfelagið í Havn kvøður fýra kvæði og vísur. Margretu kvæði, sum Sigmund í Hoyvík skipar. Heini Mortensen skipar Blakman Konge. Hoyberartáttin skipar Janus Kamband. At enda skipar Wenzel Kamban Finn hin Fríða. Tjóðveldi í nýggja býráðnum í Havn, sum tekur við á nýggjárinum, er ímóti, at Sjóvinnuhúsið á Vestaru Bryggju skal brúkast til annað enn sjóvinnuvirksemi. Men nýggja býráðið sleppur ikki at taka støðu til málið, tí ætlanin er at undirskriva leigusáttmála áðrenn nýggjár, sum fer at gera Sjóvinnuhúsið til universitet. Spotify og aðrar stroymingartænastur eru blivnar størsta inntøkukelda hjá føroyska plátufelagnum Tutl. Spotify setur Tutl í samband við lurtarar, sum Tutl annars ikki hevði komið í samband við. Tað er greitt, eftir at øll trý feløgini, Royn, FC Suðuroy og elsta felagið í Føroyum, Tvøroyrar bóltfelag, atkvøddu fyri at kasta saman um eitt felags lið í bestu deildini. Fá mundu ivast í, at liðið á sunnaru helvt og norðasta liðið á oynni, Royn, fóru at atkvøða fyri samanleggingini á eykaaðalfundunum í kvøld, men ivi var um samanleggingina til tað seinasta í nýggja TB húsinum í Trongisvági. Tann ivin var tó eisini skjótt skúgvaður til viks, tá tað vísti seg, at bert 8 av teimum 52 limunum, ið høvdu atkvøðurætt, atkvøddu ímóti. Ein løtu óttaðust fólk fyri, at landspolitiska støðutakanin hjá millum annað løgtingslimunum av Tvøroyri, til frítíðareftirskúlaætlaninar í Vági, fór at ávirka stemningin til samanleggingina. Men so var ikki, tá avtórnaði. Allir smálutir eru ikki komnir uppá pláss enn, men greitt er, at talan verður um ein yvirbygning, sum skal gera tað møguligt at taka kappingina upp við hini feløgini í Føroyum í bestu deildini bæði ítróttarliga og fíggjarliga. Øll feløgini, TB, Royn og FC Suðuroya, halda fram í yngru deildunum undir egnum nøvnum. Kirkjuráðið á Argjum er komið so langt við fyrireikingunum at byggja nýggja kirkju, at tað nú hevur biðið Tórshavnar kommunu um at vera við í fíggingini. Biðið verður um fimm milliónir til klædning og tak og fýra milliónir til uttanumøkið. Fyrisitingin hjá kommununi mælir í fyrsta umfari til at játta fimm milliónir til klædning og tak av rhein sinki, sum kemur undir byggilistaliga útsjónd. Samanborið verður við Vesturkirkjuna, har kommunan rindaði fyri byggilistaligu útsjóndina, sum er kopartakið á Vesturkirkjuni. Spurningurin um fígging til uttanumøkið kann takast upp aftur seinni, tá kirkjubyggingin er komin longri áleiðis, kanska sum partur av fríðkan av býnum, sigur fyrisitingin hjá Tórshavnar kommunu. Listin, sum fekk nógv flestar atkvøður á valinum tann 8.november, er ikki við í valbólkinum. Árni Jacobsen verður varaborgarstjóri í Eysturkommunu eftir nýggjár. Hann tekur við eftir Oluffu Joensen, sum ikki stillaði uppaftur. Meirilutin í arbeiðsbólkinum, sum hevur gjørt uppskot um miðbýarskúla í Havn, mælir til, at í Sankta Frans skúla vera næmingar frá forskúla til sjeynda flokk. Og at frítíðarskúli og forskúli vera í Sankta Frans skúla. Minnilutin, sum umboðar skúlastýrið í Santa Frans skúla, mælir til, at framhaldsdeild verður í Sankta Frans skúla, og hon verður í skúlanum í Kongagøtu. Meirilutin mælir til, at Kongagøta verður partur av grunddeildini, bæði skúla og frítíðarskúla, í Sankta Frans skúla. Arbeiðsbólkurin er tó samdur um at mæla til, at Sankta Frans skúli verður høvuðsumvældur og nútímansgjørdur. Tá Bíblian varð savnað, komu nøkur skrift ikki við millum annað Jákups evangeliið. So tá vit halda jól, lesa vit jólaevangeliið hjá Lukasi, meðan teir 3000 munkarnir á grisku oynni Athos lesa evangeliið hjá Jákupi. Og hann sigur okkum heilt fitt um jomfrú Mariu frá hennara barnaárum, til hon sum kvinna varð vald út at bera heimsins Frelsara. Tey, sum eru við borðið, eru, frá Málráðnum, Zakaris Svabo Hansen, formaður og Kristin Magnusen. Eisini er formaðurin í felagnum Føroysk Miðlafólk, Jón Brian Hvidtfeldt, í studio. Í Norðoyatunlinum lækkar prísurin fyri hvønn túrin við haldi ein fjórðing, úr 40 krónum niður í 30 krónur. Árshaldini lækka úr 600 krónum niður í 500 krónur um mánaðin. Og fyri báðar tunlar lækkar haldi til akfør, sum eru longri enn seks metrar, úr 150 niður í 135 krónur. Tað var niðurstøðan, eftir at limafundir í Hvalba, Vági og í Trongisvági, allir endaðu við, at atkvøtt var fyri at skipa eitt samstarv um eitt felagslið í vaksnamannadeildunum í fótbólti. Londini í ES miða eftir eini semju um nýggja skipan fyri fólk, sum søkja um friðskjól miðskeiðis í 2017. Tað samdust leiðarar í ES um á fundi í Brússel. Hetta er fyrstu ferð, at vit hava greiða dagfesting, sigur svenski forsætisráðharrin, Stefan Løfven. Hann sigur, at tað eru Svøríki og Týskland, sum leingi hava strongt á at áseta dagin. Svøríki hevur sett í verk fyribils herðingar í lógini um friðskjól fyri at minka um talið av umsøkjarum. Svenska stjórnin vónar, at ES, so skjótt sum tilber, hevur eina skipan, sum betur kann býta asylumsøkjarar millum londini í ES. Semjast ES londini um orðingarnar í ymsku lógunum, sum ES nevndin hevur lagt fram, skulu lógirnar setast í gildi í limalondunum. Keypsavtalan, sum varð kunngjørd í gjár, merkir, at 21st Century Fox rindar tilsamans 11,7 miljardir pund fyri partabrøvini, sum eru eftir í Sky PLC. Tað svarar til 103 miljardir krónur. Rupert Murdoch eigur Fox, og Fox eigur longu 39 prosent av partabrøvunum í Sky. Yvirtøkan verður tó væntandi ikki fyrr enn seint næsta ár. Longu í 2011 royndi Fox at keypa restina av partabrøvunum í Sky, men tann tilgongdin steðgaði brádliga av gølunum um telefonavlurtingar, sum tá skakaði bretska fjølmiðlaheimin. Tá noyddist fjølmiðlakongurin, Rupert Murdoch, at rinda fleiri miljónir krónur í endurgjaldi, tí blaðið, sum hann eigur, News of the World, hevði avlurtað telefonir hjá kendum persónum, eitt nú telefonina hjá fyrrverandi bretska varaforsætisráðharranum og sjónleikarum. 21st Century Fox eigur millum annað Fox News og FX, ið er stórt filmsstudio í Hollywood, og eitt filmsfram leiðarafelag í Evropa. Sky hevur 22 miljónir sjónvarpshaldarar kring heimin. Talan er um størv alt árið, og eini 300 av teimum verða fulltíðarstørv, og eisini summarstørv, sigur Bjørn Óli Hauksson, stjóri fyri Isavia, sum er fyristøðufelag á altjóða flogvøllinum í Keflavík. Skjóttvaksandi talið av ferðafólkum ger, at flogvøllurin nú er opin allan sólarringin, 365 dagar um árið, og meira er at gera ikki bara í háárstíðini í summarmánaðunum, men eisini um veturin, skrivar vísir.is. Forlagið Sprotin gav út bókina í 2015, Edward Fuglø hevur gjørt kápumyndina til føroysku útgávuna. Sonja Kjølbro hevur staðið fyri umbótingini. Grein 14, annað stykki, í hjúnabandslógini sigur, at Ægtefæller kan f et ægteskab, som er indg et ved borgerlig vielse, kirkeligt velsignet af en præst i folkekirken. Hetta skal antin strikast ella broytast, um samkynd kunnu sleppa at gifta seg borgaraliga í Føroyum. Semja var ikki um, antin føroyingar ella danir eiga hesa lógarbroytingina. Løgmansskrivstovan og donsk aðalráð, tey eru Forsætismálaráðið, Kirkjumálaráðið og Almanna og innanríkismálaráðið, søgdu, at føroyingar eiga málið, tí fólkakirkjan er yvirtikin. Men føroyska Mentamálaráðið segði, at danir eiga broytingina, tí hjúnabandslógin er donsk. Eftir at hava spurt seg fyri í Danmark, hevur løgmaður nú skorið ígjøgnum og kunngjørt, at Mentamálaráðið umsitur grein 14, annað stykki, í hjúnabandslógini. Samkynd fáa ikki loyvi til at gifta seg í Føroyum, fyrr enn grein 14, annað stykki, er strikað ella broytt. Tað var treytin, tá løgtingið í vár samtykti at broyta hjúnbandslógina. Nýggja felagsliðið í Suðuroynni, sum skal spæla í Effodeildini, skal fyribils eita TB FC Suðuroy, men kapping verður seinni útskrivað um at finna nýtt navn og búmerki til felagsliðið. Við avgjørdum meiriluta avgjørdu fótbóltsfeløgini TB, Royn og FC Suðuroy, at komandi kappingarár hevur Suðuroyggin eitt felagslið í Effodeildini. Nevndirnar í teimum trimum feløgunum er farnar til verka, og næst á skránni er at tosa við leikararnar. Einki at ivast í, at mest týðandi hending í nýggjari føroyskari søgu hendi í gjárkvøldið, tá TB, FC Suðuroy sum eru VB og Sumba og Royn løgdu saman og fara at hava eitt lið í bestu deildini í mannfólkafótbólti. í Sýria hevur bumbingin av Aleppo enn einaferð víst, hvussu maktarleyst heimssamfelagið er, tá ósek fólk kvinnur, menn og børn bara verða bumbað sundur og saman. Og fleiri okkara seta spurningin, hvat kunnu vit gera Fíggjarlógaruppskotið skuldi koma til triðu viðgerð í dag, men tað varð av ongum. Tí kemur løgtingið saman aftur mánadagin at hava triðu viðgerð av uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2017. Fleiri broytingar verða gjørdar í uppskotinum, í mun til tað, ið varð samtykt við aðru viðgerð. Andstøðan finst hvassliga at samgonguni, tí samgongan hevur samtykt at selja veiðirættindi á uppboðið næsta ár, men uttan at vita, hvussu stórar nøgdir talan er um at selja. Tórshavnar kommuna hevur samtykt at fara undir eina stóra útfylling á Sundi fyri at víðka um vinnu og ídnaðarøki hjá kommununi. Tørvur er á plássi til aling á landi, sigur borgarstjórin. Samstundis lovar hann, at fólk í Kaldbak fyrst verða kunnaði og hoyr Í 2019 skal nýggj svimjihøll við 50 metra hyli standa liðug í Gundadali í Havn. Í morgun varð avdúkað, at tekningin hjá Selmari Nielsen, arkitekti, vann kappingina. Einki vikuskiftið uttan fleiri mentanartiltøk og hesa ársins tíð hava fleiri teirra okkurt við jólini at gera. Her er ein mentanarrundferð. At lurta eftir livandi klassiskum tónleiki í matarsteðginum er ikki gerandiskostur her á landi og at tað ber til, er musikkskúlunum fyri at takka. Men tað skal eisini ein vilji til á arbeiðsplássinum sjálvum, at bjóða starvsfólkinum hendan møguleika. Á Føroya Tele er hetta annað árið, at livandi tónleikur er at hoyra í matstovuni upp undir jól. Vit práta við Ásu Pálsdóttir, ið spældi høvuðsleiklutin í einum av geytafilmunum og Andrias Høgenni, sum í ár vann bæði Geytan og áskoðaravirðislønina. Maria Winther Olsen ummælir eisini geytafilmarnar. Vit sóknast eftir føroyska zombie filminum og fregnast, um føroyingar enn ganga í biograf. Klumman snýr seg um skermar. Kommunurnar í Vágum og Klaksvíkar kommuna heita nú í felag á løgmann um at avtaka bummgjaldið í Vágatunlinum, nú lánini sum fíggjaðu tunnilin eru aftgurgoldin. Og í øðrum lagi heita kommunurnar á løgmann um at fáa fundin, sum løgmaður lovaði teimum í september 2016. Vágatunnilin var fyri kortum útgoldin, men ivi hevur seinastu tíðina verið um, hvat fer at henda, tá undirsjóvartunlarnir eru útgoldnir og um gamla avtalan, sum sipað verður til, fer at vera hildin. Kommunurnar í Vágum og í Norðoyggum eru ikki einsamallar um almennu áheitanina á løgmann um at avtaka tunnilsgjøldini. Fleiri valfeløg, vinnufeløg og fleiri fyritøkur hava eisini undirskrivað áheitanina. Hvør orsøkin er til tað, sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan einki um, men tey skulu beinast burtur ella berast handlinum aftur, sigur Heilsufrøðiliga. Eggini eru seld í handlum í Føroyum. 13 turkiskir hermenn doyðu og 48 vórðu løstaðir, tá bussurin, teir sótu í, varð sprongdur í luftina í býnum Kayseri miðskeiðis í Turkalandi. Spreingingin hendi eina viku eftir, at 44 fólk vóru dripin í einum bumbálopi á Instanbul, sum tað verður hildið, at hernaðarligir kurdar stóðu aftanfyri. Vágs kommuna sókti upprunaliga fíggjarnevndina um 1,1 milliónir krónur til at seta á stovn ein ítróttareftirskúla, men fekk 700.000 krónur. Hinar 400.000 krónurnar eru nú játtaðar til at fyrireika ein eftirskúla á norðaru helvt í Suðuroynni. Dennis Holm, bogarstjóri í Vági, undrast yvir, hvussu tað ber til, at Vágs kommuna, sum hevur sókt løgtingið um pengar til at seta á stovn ein ítróttareftirskúla í Vági, millum aðru og triðju viðgerð av fíggjarlógini í gjár, nú hevur fingið játtað pengar til eitt víðkað háskúlatilboð. Tað heldur Erla Weihe Johannesen, sum lesur til kandidat í sosialvísindi og samfelagsplanlegging p Fróðskaparsetur Føroya, og hevur granskað í kommunusamanlegginum. Jarðskjálvtin rakti eitt øki 157 kilometrar eystan fyri oynna Rabaul í Papua Ný Guinea. Sambært myndugleikunum er vandi fyri flóðaldum næstu tríggjar tímarnar í Australia, Papua Ný Guinea, Indonesia og á hundratals smáum oyggjum í økinum, har rættiliga nógv fólk búgva tætt við strondina. Tað siga kommunurnar í Vágum og Klaksvíkar kommuna, sum nú saman við valfeløgunum og pørtum av vinnulívinum heita á løgmann um at avtaka bummgjaldið í Vágatunlinum, nú lánini, sum fíggjaðu tunnilin, eru afturgoldin. Nýggja video skipanin, sum gevur dómaranum møguleika at steðga dystinum fyri at hyggja eftir video av hendingum, varð fyrstu ferð tikin í brúk mikudagin, tá eitt brotsparkt varð dømt í 3 0 sigrinum hjá Kashima Antlers móti Atletic Nacionale. Og hon var aftur brúkt hósdagin, tá Real Madrid vann 2 0 á Club America hósdagin. Marco Van Basten, sum stendur fyri tekniskari menning í FIFA, heldur tó, at avgerðirnar hava tikið eitt sindur ov langa tíð. Men FIFA forsetin heldur, at nýggja skipanin fremur gjøgnuskygni og rættvísi í fótbótinum. Upprunaliga var ætlanin, at tingið skuldi fara í jólafrí fríggjadagin, men tað náddu tey ikki. Ístaðin verður triða viðgerð av fíggjarlógini í morgin, og fleiri broytingar eru gjørdar millum aðru og triðu viðgerð. Millum annað verða sjeyhundraðtúsund settar av til eitt víðkað háskúlatilboð í Vági, fýrahundraðtúsund verða settar av at fyrireika ein eftirskúlatilboð í norðaru helvt av Suðuroynni og fýrahundraðtúsund verða settar til at fyrreika húsarhaldsskúla í Klaksvík. Tingfundurin í morgin byrjar klokkan 1330, og tá fer tingið eisini av hava aðru viðgerð av málinum um at lata eykajáttan til Saltsiluna á Drelnesi, og uppskotið um miðlastuðul fær fyrstu viðgerð í løgtinginum í morgin. Vit arbeiða saman um eitt samgonguskjal, sum so at siga er liðugt, og vit ætla okkum til verka í januar , sigur Gunvør Balle, fyrst vald á Tjóðveldislistanum, og komandi varaborgarstjóri í Havn. Vit fara ikki frá nakrari avtalu, sigur hon. Í gjár skrivaði in.fo, at Heðin Mortensen,borgarstjóri, hevur boðið Boga Andreassen, býráðslimi fyri Fólkaflokkin, at gerast borgarstjóri, og Gunvør Balle váttar, at eisini hon hevur fingið bjóðað borgarstjórasessin frá øðrum, men hon ætlar ikki at taka av. Mai Mercado, danskur ráðharri í barna og almannamálum, og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, fara at undirskriva avtaluna í morgin klokka 11 á tíðindafundi í Heilsu og innlendismálaráðnum. Sambært avtaluni verður familjurættarliga økið yvirtikið á ólavsøku 2018. Í hesum sambandi verður uppskot til løgtingslóg um yvirtøku av málsøkinum lagt fyri Løgtingið í hesi tingsetu. Eisini verður samstarvsavtala undirskrivað, ið hevur til endamáls at tryggja samstarvið millum Føroyar og Danmark á persóns , húsfólka og arvarættarliga økinum. Familjurættarliga økið fevnir um hjúnabandslógina, lóg um foreldramyndugleika og samveru, arvalógina, verjumálslógina og fleiri afturat hesum, skrivar Heilsu og Innlendismálaráðið í tíðindaskrivi. Skúlastjórar skulu ikki bara vera fyrisitingarligir leiðarar, men skulu í størri mun blanda seg í undirvísingina í fólkaskúlanum. Hetta gevur, tá ið avtornar, betri úrslit hjá næmingunum. Tað sigur Jóhannes Miðskarð, adjunktur á Fróðskaparsetrinum, sum hevur granskað í sambandinum millum skúlaleiðslu og lærarar. Skopun fekk kirkju í 1897. Í 1902 helt A.C. Evensen fyrstu føroysku prædiku yvirhøvur har. Skopun fekk lærara í 1872. Fyrsti skúlin varð bygdur í 1884. Í 1901 var fólkatalið 220. Nú vildi Skopun hava havnarlag. Málið byrjaði um 1905, men steðgaði upp av fyrra heimsbardaga. Byggingin byrjaði í 1922 og vardi trý ár. Eina ferð løgdu skopuningar arbeiðið frá sær. Boð vórðu send eftir donskum arbeiðarum úr Havn, men teir sluppu ikki upp á land. Fyrsta havnin í Skopun var sum eitt listarverk, men tung at gjalda, tí Skopunar kommuna kom at sita einsamøll við henni. Seinnapartin var samhugatiltak fyri illastøddu fólkunum í Aleppo uttanfyri Løgtingið. Tað vóru politisk ungmannafeløg saman við Amnesty og Reyða Krossi, sum stóðu fyri tiltakinum. Fleiri broytingar eru gjørdar millum aðru og triðu viðgerð. Ætlanin er millum annað at seta sjeyhundraðtúsund krónur av til eitt víðkað háskúlatilboð í Vági, fýrahundraðtúsund krónur verða settar av at fyrireika ein eftirskúla í norðaru helvt av Suðuroynni og fýrahundraðtúsund kronur verða settar av til at fyrreika ein nýggjan húsarhaldsskúla í Klaksvík. Løgtingið fer eisini at hava aðru viðgerð av málinum um at lata eykajáttan til Salt siluna á Drelnesi. Málið hevur ligið í fíggjarnevndini síðan seinast í oktober, men á fundinum fríggjadagin, atkvøddi eitt samt løgting fyri at fáa málið aftur úr fíggjarnevndini. Eisini fer løgtingið at hava fyrstu viðgerð av málinum um at lata fjølmiðlum miðlastuðul. Hetta er ikki fyrstu fer, at ein roynd verður gjørd at seta eina stuðulsskipan til privatu miðlarnar í verk. Undanfarna samgonga leðgi eisini eitt uppskot um stuðul til privatar miðlar fram. Uppskotið datt burtur á ólavsøku í fjørð, tí tað kom ikki úr aftur nevnd. Men nú verður so gjørd enn ein roynd at styrkja privatu miðlarnar. Ætlanin er at 40 prosent av stuðlinum skal latast til grundrakstur hjá teimum miðlum sum søkja um stuðul og sum liva upp til krøvuni fyri at fáa stuðul. 60 prosent skal latast til serligt redaktionelt tilfar. Fyri at fáa stuðul skal miðilin millum annað framleiða redaktionelt tilfar til ein breiðan skara dagliga. Tilfarið skal verða redaktionelt viðgjørt, tað vil siga, at tíðindaskriv og lesarabrøv telja ikki við, stendir í viðmerkingunum til lógaruppskotið. Haraftrat skulu minst tvey redaktionel ársverk verða á miðlinum, sum ikki má vera almennur. Upprunaliga var kravið 3 ársverk, eins og í Danmark, men eftir at fleiri av tíðindaportalunum hava viðmerkt hetta í hoyringssvari, er ætlanin at lækka kravið til 2 ársverk. Upprunaliga var ætlanin at stuðulskipanin skuldi vera galdandi frá 1. januar í 2017, men eftir eina hoyringsrundu, har bæði Dimmalætting og Miðlahúsið hava gjørt vart við, at pengarnir eru settir av frá 2016 verður umhugsað at gera skipanina galdandi frá 1. januar 2016 Ætlanin er millum annað at seta sjeyhundraðtúsund krónur av til eitt víðkað háskúlatilboð í Vági, fýrahundraðtúsund krónur verða settar av at fyrireika ein eftirskúla í norðaru helvt av Suðuroynni og fýrahundraðtúsund krónur verða settar av til at fyrreika ein nýggjan húsarhaldsskúla í Klaksvík. Løgtingið fer eisini at hava aðru viðgerð av málinum um at lata eykajáttan til Salt siluna á Drelnesi. Málið hevur ligið í fíggjarnevndini síðan seinast í oktober, men á fundinum fríggjadagin, atkvøddi eitt samt løgting fyri at fáa málið aftur úr fíggjarnevndini. Tað halda løgtingsfólkini fyri Fólkaflokkin, Jørgen Niclasen, Annika Olsen, Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir og Jógvan á Lakjuni. Tey hava lagt eitt broytingaruppskot til fíggjarlógina, sum fer til 3. viðgerð í tinginum í dag, har tey skjóta upp, at seta 10 milliónir krónur av til neyðhjálp í Sýra. Kríggið í Sýria hevur nú vart í fimm ár og er vorðin ein ræðuligur marrudreymur, stendir í viðmerkingunum til lógaruppskotið. Sambært hjálparfelagsskapum hava 13,5 milliónir sýrar brúk fyri humaniterari hjálp, og umleið 11 milliónir , ella helvtin av fólkinum, eru vorðin flóttafólk. Hjálparfelagsskapir standa í rað fyri at hjálpa, men teimum vantar pengar, skriva tey fýra løgtingsfólkini í viðmerkingunum til broytingaruppskotið. Aldur laksur er útfluttur fyri næstan tríggjar milliardir krónur til 1.november. Uppsjóvarfiskur er útfluttur fyri eina milliard og 364 milliónir krónur, tað er 11 prosent meira enn í fjør. Samstundis er innflutt fyri fimm milliardir og 276 milliónir krónur, sum eru 413 milliónir meira enn í fjør. Innflutningurin av tilfari til byggivinnuna er vaksin 22 prosent. Men bíliga oljan ger, at innflutningurin av brennievni er 173 milliónir krónir minni í ár, tað svarar til 24 prosent. Vágaportalurin heldur ikki, at uppskotið ger støðuna hjá privatu føroysku miðlunum betri. Einki krav er um, at stuðulin skal brúkast til at bøta um innhaldið í miðlunum. Tað er heldur ikki rætt, heldur Vágaportalurin, at miðilin, sum er dýrastur at reka, fær størsta stuðulin. Vágaportalurin heldur eisini, at stuðulin eigur at vera latin til journalistisk arbeiðspláss og ikki til vanligan rakstur so sum til hita og el. Tað sama sigur R7 í sínum hoyringarsvari. Vágaportalurin nevnir møguleikan, at stuðul verður latin til hálva løn hjá nýsettum journalisti á veikari redaksjón. Kravið um minst trý ársverk á redaksjónini fyri at fáa stuðul eigur at vera linari, heldur Vágaportalurin. Hann vil eisini hava nágreinað kravið um eginframleiðslu. R7 vísir á nógv ógreið viðurskifti í lógaruppskotinum. R7 vil hava at vita, hvat orðingini sami ella somu eigarar ganga aftur í fleiri miðlum merkir í veruleikanum. R7 heldur eisini, at kravið um trý ársverk er ov hart. Og R7 vil hava lógaruppskotið greiðari, har sum tað viðger tilfarið í miðlunum. Talan er millum annað um skrásetingar frá fornfrøðiligu kanningunum í Koltri í 2015 og skrásetingar gjørdar við dronu av bønhústoftum kring landið í 2016. Leinkjan til 3D portalin finst á heimasíðuni hjá Søvnum Landsins. Velbastaður, Faroe Islands by Søvn Landsins Faroe Islands National Heritage on Sketchfab Hernaðarkreftir hava kringsett býin Aleppo í Norður Sýria og túsundtals kvinnur, børn og menn eru rikin frá hús og heimi. Sjúkrahús. Skúlar. Heim. Bumburnar detta eirindaleysar niður yvir Aleppo, og fólkini líða. Men hvat kunnu vit gera Uttanfyri Løgtingið í gjár, kyndu ungmannafeløgini saman við Amnesty og Reyðakrossi faklar til tiltakið Samhuga við Aleppo . Eg fekk ilt í hjartað, tá eg las hetta brævið. Foreldrini áttu veruliga at skammað seg, sigur Rigmor um brævið frá eini ommu, sum er hørm um eina ommusonin, sum hon heldur er gloymdur av foreldrunum. Mai Mercado, danskur ráðharri í barna og almannamálum, skrivaði fyrapartin undir avtaluna saman við Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í Heilsu og innlendismálum. Tá løgtingið í november hevði samtykt at stovna Landabankan aftur, fingu partarnir, sum skulu manna nevndina, boð um at velja síni umboð í nevndina, og ætlanin er, at tað skal gerast fyri jól. Sjey fólk skulu manna nevdina í Landsbankanum. Fakfeløgini skulu velja eitt umboð, arbeiðsgevararnir eitt, kommunurnar eitt, Fróðskaparsetrið tvey, og so skal landsstýrið velja tvey umboð í nevndina. Nevndin skipar seg sjálv. Tað verður so nevndin sum skal lýsa eftir stjóra til Landsbankan, og tað verður gjørt fyrst í nýggja árinum. Landsbankin skal halda til í Fíggjartúni á Argjun, tí har er størsta vitanin á fíggjarøkinum, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna. Tá Landsbankin verður stovnaður, verður Gjaldstovuráðið tikið av. Gjaldstovuráðið hevur virkað síðani Landsbankin varð tikin av sum stovnur fyri nøkrum árum síðani. Lógaruppskotið skal avmarka talið av lesandi, sum longu hava eina útbúgving, við at nokta fólki at taka eina útbúgving, sum er á sama ella hægri støði. Nýggja flogfarið hjá Atlantic Airways kemur úr Hamburg í kvøld og ikki í morgin klokkan eitt, sum upprunaliga ætlað. Vánalig veðurlíkindi í morgin eru orsøkin til flytingina. Nýggja flogfarið er størri enn flogførini, sum Atlantic Airways hevur nú. Tað er av slagnum Airbus 320 og tekur 168 ferðafólk. Myndakapping Ætlanin er at kunngera, hvør vann navnakappingina hjá Atlantic Airways, í sambandi við, at nýggja flogfarið kemur. Undirtøkan fyri kappingini var góð. 600 uppskot komu, og hvørt uppskot hevur fimm nøvn, tí tað var kravið. Atlantic Airways skal hava fimm nøvn, tí felagið hevur trý flogfør og tvær tyrlur. Og 3.000 nøvn eru komin. Í dómsnevndini, sum finnur nøvnini, eru Niels Mortensen, nevndarformaður í Atlantic Airways, Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, Johnhard Mikkelsen í Málráðnum, Birgir Kruse, ritstjóri á Námi, og Marna Jacobsen, ritstjóri á Bókadeildini hjá Lærarafelagnum. Av ti at eg havi verið so skaddur i fótinum, blivu eg og venjararnir hjá TMS Ringsted samdir um, at eg spæli við VÍF restina av kappingarárinum. Ringa veðrið í morgun ávirkar eisini samferðsluna og bygdaleiðir hava avlýst fleiri leiðir. Samferðsluleiðarin hjá SSL segði soleiðis í tíðindum klokkan sjey í morgun. Lágtrýstið er óvanliga lágt í løtuni. Lágtrýstið er mált til 935 hPa sunnanfyri Ísland og hetta ávirkar veðrið um okkara leiðir, sigur Hanus Kjølbro, veðurkønur 12 atkvøddu fyri og 21 ímóti, tí Miðflokkurin og Nýtt sjálvstýri atkvøddu saman við samgonguni. Tey samtyktu so fíggjarlógina við teimum broytingum, sum samgongan og Miðflokkurin og Nýtt sjálvstýri komu við. Yvirskotið er tíggju milliónir krónur minni enn landsstýrið ætlaði, tað er 205 milliónir og ikki 215 milliónir krónur, tí broytingarnar kostaðu samanumtikið tíggju milliónir. Trý lið hava longu tryggjað sær pláss í hálvfinalunum í kvinnuflogbólti. Fjórða liðið verður funnið fyrst í januar mánaði. Tað áhugaverda er, at trý lið kappast um seinasta plássið í hálvfinalunum. Í gjár gjørdist endaliga greitt, at Fleyr, SÍ og TB hava spælt seg víðari til hálvfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum. Hin dysturin var millum TB og Mjølnir í Trongisvági, og hóast gestirnir byrjaðu best og vunnu fyrsta settið, so fótaði heimaliðið sær, og endaði við at vinna 3 1, og seinna plássið í hálvfinalunum. . Í bólki eitt tók Fleyr ímóti oddaliðnum í landskappingini, Drátti. Dysturin var avgerandi fyri, hvør vann bólkin. Fleyr vann greiðan 3 0 sigur. Tað hevur við sær, at Fleyr vinnur bólk eitt við sjey stigum. Enn er ikki greitt, hvat lið verður nummar tvey og fer víðari úr bólki eitt. Gásin hevur altíð verið stórur partur av bygdarlívinum í Hovi, og undan jólum verða ungarnir dripnir, tí teir skulu verða jóladøgurði. Karin Johansen í Hovi hevur eitt gásapar við seks ungum og sonurin Sámal og dóttirin Kristin eru komin suður, tí nú skulu ungarnir drepast. Kristin skrivaði eina ritgerð um gásina í Hovi, tá hon gekk á Føroyamálsdeildini. Og fyri fyrstu ferð í lívinum sleppur verturin í sendingini at smakka blóðpannikøku úr gásablóði. Janus Mohr í Hoyvík, sum nú er pensiónistur, hevði í mong ár tónleika og sangsendingar í Útvarpinum. Vit spyrja hann, hvønn jólasálm honum dámar best. Og hann er ikki í iva. Tað er Jólaklokkan aftur ringir við lagnum hjá Hans Jacob Højgaard til yrkingina hjá Jakob Jakobsen. Hetta er tann mest heilstoypti jólasálmurin, heldur Janus Mohr. Í Svínoy var serligur siður at fara eftir jólatorvi. Góð kvøld í desember mánaði fóru børnini í Svínoy í myrkri við lummalykt og leypi á baki í hagan eftir jólatorvi. Svínoyingurin Poul Sivar Olsen, sum býr í Hvannasundi, hevur serliga góð minnir frá hesum túrum. Tey sungu jólasálmar meðan tey gingu, og jólatorvið hjá børnunum varð brúkt til at baka við undan jólum. Armgarð Arge, sum er kend útvarpskvinna, er ógviliga hugtikin av einglum og hon eigur nógvar hundrað einglar í heiminum í Hanusargøtu í Havn. Tá hon fær gávur frá fólki, er ofta ein eingil í pakkanum. Hon sigur, at einglarnir boða frá nøkrum betri og størri, og teir standa altíð fyri tí góða. Í sjeytiárunum vóru tríggir føroyskir leikfilmar gjørdir. Árini frá 1975 til 1977 gjørdi Hispania Films við spaniólanum Miguel Hidalgo á odda tríggjar filmar við føroyskum leikarum. Fyrsti filmurin var Rannvá . Hann var grundaður á skaldsøguna, ið Dagmar Joensen Næs skrivaði. Í 1976 kom filmurin Heystblómur , sum var ein nútíðarsøga. Hidalgo hevði sjálvur skrivað leikritið. Triði og síðsti filmurin var Páll Fangi grundaður á søgnina um Páll Fanga. Filmarnir vórðu sýndir alment í Føroyum, bæði í Havn og aðrastaðni. Fyrsti filmurin, Rannvá , mundi vera tann, sum flestar sýningar vóru av. Í nógv ár var sóknast eftir filmunum og manninum, sum gjørdi filmarnar. Miguel Hidalgo, sum filmsmaðurin nevnist, búði í Føroyum frá 1972 til 1978. Tá hann flutti úr Føroyum við familjuni, hevði hann filmarnar við sær. Einki eintak var eftir í Føroyum. Og síðani hevði at kalla eingin havt nakað samband við spanska filmsmannin. Miguel Hidalgo var journalistur og hevði stóran áhuga fyri filmi. Hann átti útgerð til filmsupptøkur, og var einsamallur um alt hann skrivaði leikrit, hann stjórnaði upptøkunum og tók upp. Konan Joana Benet var honum kortini hollur stuðul í filmsgerðini. Tríggir leikfilmar við føroyskum leikarum og við føroyskari talu í fullari longd vórðu gjørdir. Elin Brimheim Heinesen var hon, sum setti sær fyri at fáa filmarnar vístar í Føroyum aftur. Henni eydnaðist í 2009 at fáa samband við Hidalgo hjúnini. Samstarv fekst í lag millum Mentamálaráðið, Norðurlandahúsið og Kringvarpið, og úrslitið var, at Miguel Hidalgo og konan vitjaðu í Føroyum í fjør summar. Við sær høvdu tey teir tríggjar spælifilmarnar sum munadyggar mynda og ljóðábøtur vóru gjørdir við. Filmarnir vórðu vístir á væl vitjaðum almennum sýningum í Norðurlandahúsinum eftir ólavsøku í 2015. Og nú verða filmarnir vístir í Kringvarpinum í fyrsta umfari teir báðir elstu. Jóladag vísa vit filmin Rannvá , og nýggjársdag verður filmurin Heystblómur vístur. Triði filmurin, Páll Fangi , verður ætlandi vístur seinni. Í hesari sendingini fara vit millum annað at hoyra upptøkur úr Norðurlandahúsinum í fjør summar, tá filmarnir vóru vístir. Samrøður vórðu tá gjørdar við leikstjóra og nakrar av leikarunum. Vit fara millum annað at hoyra brot úr samrøðuni við leikstjóran Miguel Hidalgo. M V Mykines, fyrrverandi Auto Baltic var bygt í 1996, á UMOE Sterkoder skipasmiðjuni í Norra. Skipið er 138,5 metrar langt og 22,6 metrar breitt. Smyril Line yvirtekur skipið áleið tann 1. apríl 2017. Ætlanin hjá Smyril Line, er at stovna eina nýggja farmaleið millum Thorlakshøfn, ið liggur á vestursíðuni í Íslandi, Rotterdam í Hollandi og Føroyar. Hendan farleiðin hevur við sær, at føroyskir innflytarar fáa eina nýggja miðvikukomu beinleiðis úr Rotterdam. Harumframt fáa føroyskar útflutningsfyritøkur ein nýggjan møguleika at flyta góðs beinleiðis niður til Rotterdam. Nýggja farleiðin millum Rotterdam, Tórshavn og Thorlakshøfn gevur íslendskum inn og útflytarum sera góðar transittíðir, samstundis sum íslendingar eisini fáa eina RoRo loysn til og frá Reykjavíkarøkinum. Ætlanin er at nýggja farmaskipið skal sigla soleiðis at tað verður í Thorlakshøfn fríggjadag, í Rotterdam mánadag og í Tórshavn mikudag. Við nýggja farmaskipinum styrkir Smyril Line munandi um støðuna, sum einasti RoRo flutningsveitari í Norðuratlants Havinum. Nýggja farmaskipið siglir í løtuni undir finskum flaggi við finskari manning, manningin telur íalt 24 mans. Smyril Line fer at skráseta skipið í føroysku altjóða skipaskránni FAS og mannað skipið við føroyingum. Lastbilurin pløgdi gjøgnum mannamúgvuna einar 50 80 metrar, áðrenn hann steðgaði. Tveir persónar sótu í bilinum. Annar teirra er deyður, og maðurin, sum koyrdi bilin, er handtikin. Enn er ikki váttað, hvør maðurin er, men keldur siga við týska blaðið, Die Welt, at handtikni maðurin er úr Pakistan, og at hann kom til Týsklands sum flóttafólk í februar. Lastbilurin er helst stolin á einum byggiplássi í Pollandi. Maðurin hevur helst rænt bilin, tí ein deyður persónur lá í bilinum, og løgreglan váttar, at hann var pollendingur. Ariel Zurawaski, sum eigur lastbilin, sigur við polsku sjónvarpsrásina TVN24, at bilførarin, sum er systkinabarn hansara, skuldi koyra stál til Berlin, og at teir seinast tosaðu saman um 4 tíðina seinnapartin í gjár. Síðani bar ikki til at fáa samband við hann. Løgreglan kannar málið sum yvirgangsmál, upplýsir løgreglan. Okkara kanningarfólk meta, at lastbilurin koyrdi inn í mannamúgvuna á jólamarknaðinum á Breit scheid platz við vilja, sigur løgreglan í Berlin. Eitt vitni elti mannin, ið er undir illgruna fyri at hava koyrt lastbilin inn í mannamúgvuna í Berlin í gjárkvøldið. Tað skrivar Die Welt. Maðurin ringdi til løgregluna, og segði, at hann elti mannin, ið var farin úr førarahúsinum á lastbilinum. Maðurin elti bilføraran á einum teini uppá umleið tveir kilometrar inn í viðarlundina Tiergarten, og týska løgreglan handtók mannin við Sigursúluna, ið er skamt haðani. Týska løgreglan hevur í morgun gjørt rannsókn í eini flóttafólkamóttøku á gamla flogvøllinum Tempelhof í Berlin eftir atsóknina í gjárkvøldið. Fleiri miðlar skriva, at maðurin, ið verður hildin at hava koyrt bilin, er flóttafólk úr antin Afganistan ella Pakistan, men tað hevur týska løgreglan ikki váttað enn. 12 fólk lótu lív og 48 vórðu særd, tá lastbilurin, sum er skrásettur í Póllandi, pløgdi gjøgnum mannamúgvuna á jólamarknaði í vestara parti av Berlin við Ged chtniskirkjuna á kendu handilsgøtuni í Berlin, Kurf rstendamm. Seinastu 10 árini hevur Katrin á Borg búð í Norra. Tað var í lestrarørindum, at hon flutti, og nú tekur hon eina master í tónleikavisundi. Tað er samveran við onnur menniskju og tónleikurin, ið hon er komin í samband við í útbúgvingini, jazzur, soul og R n B, sum hevur ávirkað. Tó at Fading Lovehearts er poputtur, so heldur Katrin á Borg, at sanghátturin eisini dregur íblástur úr ymsum øðrum tónleikagreinum. Snildfonin er eitt gott amboð, sigur Johann Petersen, lærari í Eysturskúlanum í Havn. Men snildfonirnar ávirka tað sosiala og læringina í skúlanum, heldur hann. Tí hevur hann tikið stig til telefonfría mánaðin . Katrin Leo og familja hennara hava búð í Bhutan, Afghanistan, Slovenia og Bolivia. Katrin er havnadama, maðurin er svii, døturnar eru føddar í Ljubljana í Slovenia, og tey arbeiða fyri Danmark. Seinastu 17 árini hevur Katrin verið fulltrúi í uttanríkistænastu fyri danska uttanríkisráðið, og hon greiðir frá lívinum í fýra sera ymiskum londum, har tey eisini hava hildið ymisk jól. Vanliga seta vit jólini í samband við familju og heim, men jólini hjá børnunum á barnaheiminum kunnu vera eitt sindur øðrvísi. Hoyr hvat tey gera á barnaheiminum um jólini. Skipið, sum felagið hevur keypt, hevur fingið navnið Mykines. Tað er smíðað í Noregi í 1996. Skipið er stórt, tað er 138,5 metrar langt og 22,6 metrar breitt. Smyril Line fær Mykines 1.apríl næsta ár. Hetta er fjórða skipið hjá Smyril Line. Manningin verður føroysk, og tá Mykines er komið, arbeiða meira 300 fólk hjá Smyril Line. Løgreglan kannaði málið, og avrátt varð at senda Tjaldrið millum Stong og Eystnes at leita. Men einki varð funnið, og klokkan 3 í nátt varð leitingin avblást, sigur vakthavandi á MRCC, Eli Lyngvej. Flogførini hava fingið nøvn eftir føroyskum listafólkum. Nýggja flogfarið, ið kom í Vágar í gjárkvøldið eitur William, eftir Williami Heinesen, rithøvundi. Hini flogførini eita Elinborg, eftir Elinborg Lutzen, og Ingálvur, eftir Ingálvi av Reyni Tyrlurnar eita Ruth, eftir Ruth Smith, og Sámal, eftir Sámali Joensen Mikines. Treytin fyri, at hjúnabandslógin verður broytt, so samkynd kunnu gifta seg, er, at grein 14, annað stykki, fyrst verður broytt ella strikað. Tað staðfestir Malan Johansen, deildarstjóri á Fígging landsins, nú tað er komið undan kavi, at lánið til Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin er treytað av sambandinum millum Føroyar og Danmark. Kristina Háfoss sigur, at hon hevur sagt sína hugsan hjá landsstýrismanninum í samferðslumálum um lánstreytirnar í grein 8 í sáttmálanum. Politisku flokkarnir og vinnulívið í Vágum og Norðoyggjum hava tikið seg saman at mótmæla, at gjaldið at koyra í undirsjóvartunlunum heldur fram, eftir at lánini í tunlunum eru afturgoldin. Í dag varð kunngjørt, hvussu flogførini og tyrlurnarnar hjá Atlantsflogi skulu eita. Tey eru uppkallað eftir høvundum og listafólkum. Nýggjasta flogfarið eitur William eftir William Heinesen, og hini bæði flogførini eita ávikavist Elinborg eftir Elinborg Lutzen og Ingálvur eftir Ingálvi av Reyni. Danski uttanríkismálaráðharrin, Anders Samuelsen, kemur til Føroya 5. januar á fund við landsstýrismannin í uttanríkismálum, Poul Michelsen. Tí boðar uttanríkis og vinnumálaráðið frá í tíðindaskrivi. Á vitjanini í Føroyum hittir danski uttanríkisráðharrin eisini Uttanlandsnevndina, umframt at vitjanir á SEV og á Ferðaráðnum eru á skránni. Anders Samuelsen, uttanríkisráðharri, fer av landinum aftur seinnapartin fríggjadagin 6. januar. Síðst í november skuldi táverðandi danski uttanríksiráðharrin, Kristian Jensen úr Vinstra, eftir ætlan koma til Føroya, men umskipanin av donsku stjórnini broytti hesa ætlanina. Hetta hendi í San Pablito í Tul te pek, 30 km norðanfyri Meksiko bý. Myndir frá staðnum vísa, hvussu eitt stórt roykskýggj blæsist upp úr økinum. Sambært guvernørinum hava 29 fólk latið lív, fleiri teirra eru børn. Harða spreingingin skal eisini hava gjørt skaða á bygningar og bilar nærindis. Vitni hava greitt frá, at sjálv spreingingin vardi í ein minutt. Peningurin er partur av upphæddini, sum kom inn við Landsinnsavningina í september í ár. Harumframt letur Føroya Landsstýri eina millión krónur í neyðhjálp til Sýria í samstarvi við Reyða Kross Føroya. Hetta skrivar Reyði Krossur í Føroyum í tíðindaskrivi. Trý tey seinastu árini hevur Reyði Krossur sent tilsamans 1,5 milliónir krónur til neyðstødd í Sýria og til sýriskar flóttar. Fyrr í ár vórðu 500 túsund krónur sendar, og í fjør sendi Reyði Krossur 700 túsund krónur til Sýria. Í 2014 sendi Reyði Krossur 300 túsund krónur at hjálpa sýriskum flóttafólkum í Irak. Tíverri mugu vit ásanna, at støðan í borgarakrígsherjaða Sýria er alt annað enn góð. Eftir fimm árum við borgarakríggi hava 13,5 milliónir sýrar tørv á humaniterari hjálp, meðan 6,6 milliónir sýrar eru riknir frá húsi og heimi og eru flóttar í egnum landi. Eisini eru 4,8 milliónir sýrar flýddir til grannalondini Libanon, Turkaland og Jordan. Stórur partur av hesum eru børn. Í samstarvi við Reyða Kross veitir Sýriski Hálvmáni átrokandi neyðhjálp til fleiri enn 4,5 milliónir sýrar. Hjálpin, sum Reyði Krossur Føroya og Føroya Landsstýri veita í felag, fer í samstarvi við Syriska Hálvmána til fleiri endamál 1. At býta út reinførispakkar, har ein pakki, sum hevur eitt virði á 145 krónur kann nøkta tørvin til reinføri hjá einari familju, 4 6 persónar, í ein mánaða. 2. Stuðul til flytbarar heilsustøðir, sum veita læknahjálp til fólkið í krígsherjaðu økjunum. 3. Psykososialan stuðul til børn og vaksin, sum eru ávirkað av hørðu upplivingunum í borgarakrígnum. 4. Beinleiðis stuðul til Sýriska Hálvmána, sum er tann størsti virkni humaniteri felagsskapurin í Sýria. Sýriska Hálvmáni gevur sjálvbodnum neyðuga upplæring til at veita hjálp, stendur at lesa í tíðindaskrivi frá Reyða Krossi Føroya Deild Flogførini eita WILLIAM Heinesen, ELINBORG Lutzen og INGÁLVUR av Reyni. Tyrlurnar hava fingið nøvnini RUTH Smith og SÁMAL Joensen Mikines. Heilsu og innlendismálaráðið sigur, at neyðugt er at dagføra reglurnar um sjúklingarættindi, sjúklingatrygd, líkskoðan, obduktión, transplantatión, ásetingar um Heilsustýrið og stýrið fyri sjúklingatrygd, sum eisini umfatar Landslæknan og Statens seruminstitut. Millum annað skulu kommunur, sjúkrahúsverk, Heilsutrygd og aðrir stovnar, sum hava heilsustarvsfólk í starvi, skráseta og boða landslæknanum frá óvæntaðum hendingum. Ætlanin er eisini at betra møguleikarnar hjá heilsumyndugleikunum til skjótari og meira konsekvent at steðga heilsustarvsfólki, sum fer út um sínar heimildir. Uppskotið hevur fyrr verið fyri á landsfundinum. Á landsfundinum fyri tveimum árum síðani var tað um reppið, at sóknarformenninir í Fiskimannafelagnum fóru í søguna. 20 limir atkvøddu tá fyri at taka skipanina av, meðan 21 atkvøddu ímóti. Vit innflyta hvørji jól fyri fleiri milliardir úr eitt nú Kina. Vit vilja hava. Tað er einki nýtt, at økti innflutningurin til okkara part av heiminum, elvir til stórar altjóða trupulleikar. Menniskju arbeiða undir neyðarsligum korum, og náttúran má lúta fyri okkara krøvum Vit vilja hava tað bíligt her og nú. Hetta eiga vit at hugsa um, tá vit geva jólagávur , sigur Elin Lindenskov, sum er hondarbeiðslærari og eisini býráðslimur í Tórshavnar kommunu, har hon hevur arbeitt nógv við umhvørvi og endurnýtslu. Hvørt ár ger Elin Lindenskov heimagjørdar jólagávur til síni, og nú vil hon læra lurtarunum hjá okkum at gera tríggjar skjótar jólagávur. Tríggjar gávur upp á 30 minuttir Hárprýði til eina gummudóttir. Køkslappar til vinkonuna. Og eina notubók, sum kann gevast til ein og hvønn. Hesi vóru uppskotini hjá Elini Lindenskov, tá Góðan Morgun Føroyar bað hana um hjálp at gera heimagjørdar jólagávur. Eg brúki mestsum bara endurnýtt tilfar, tá eg seymi , fortelur Elin Lindenskov. Hárprýðið er úr eini gamlari troyggju, køkslapparnir úr einum gomlum handklæði og notubókin er gjørd úr pappírsrestum frá Steinprenti. Sambært Europol varð Darknet, eisini kent sum frístaðið hjá brotsmonnum á internetinum, brúkt til at selja vápnini. Gjaldoyrað, sum brúkt verður, er bitcoins, internetpengar, sum ikki knýtast til ein persón. Báðir slovensku ríkisborgararnir hava, sambært Europol, selt vápn í fimm londum, millum annað Noregi og Svøríki. Vápnini skulu hava verða send við posti, skrivar løgreglan í tíðindaskrivi ígjár. DarkNet verður brúkt til ólógliga sølu av vápnum, rúsevnum og følskum samleikaprógvum, upplýsir slovenska løgreglan, sum í tøttum samstarvi við løgregluna í útlondum hevur eyðmerkt menninar, sum eru undir illgruna fyri at hava selt vápn. Keyparar hava verið í Fraklandi, Hollandi, Svøríki, Bretlandi og Noregi. Vandamiklastu vápnini eru heilt greitt hondgranatirnar og automatiskar byrsur, sigur Stojan Belsak í ovastu leiðslu hjá løgregluni við POP TV um atsóknina í slovenska høvuðsstaðnum. Belsak vísur á, at slík vápn kunnu brúkast til yvirgangsatsóknir, hóast tey ikki greitt kunnu knýta vápnasøluna beinleiðis til yvirgangsvirksemi. Á hvørjum ári, 28 mars, sum er dagurin í 1988, tá Atlantic Airways fyrstu ferð fleyg við ferðafólki, fer flogfelagið at lata 100.000 krónur umframt ferðaseðlar til føroyingar við listaligum flogi, sum vert er at stimbra. Listaflog fer at lata pening til eina ella fleiri verkætlanir á hvørjum ári. Endaligar treytir og umsóknarblað vera klár í januar. Í hangarinum í Vágum varð eisini upplýst í gjár, at einki av teimum 600 uppskotunum í navnakappingini hjá Atlantic Airways hevði øll fimm nøvnini, sum dómsnevndin valdi til flogførini og tyrluna. Men tey fýra, sum høvdu trý av fimm nøvnum, fingu virðisløn. Tey eru Alvin Joensen, Heri Nolsøe, Kinna Poulsen og Páll Oddur Rubeksen. Ein sorgarleikur fer fram í Aleppo, har orð sum krígsbrotsverk, fólkamorð og holocaust vera nýtt um støðuna. Hava vit eina ábyrgd. Skulu vit hava ringa samvitsku. Og hava vit skyldu at hjálpa. Úrslitini frá PISA kanningunum settu aftur fólkaskúlan á breddan. Hvat hvat skulu vit brúka slíkar kanningar til. Ber tað til at samanbera næmingar yvir landamørk. Og er tað rætt at leggja skúlan til rættis eftir slíkum royndum. 12 fólk lótu lív og 24 fingu løstir og liggja enn á sjúkrahúsi, 14 av teimum særdu eru í lívsvanda. Men í løtuni er eingin ávísur undir illgruna fyri atsóknna. Einasti, sum hevur verið undir illgruna er ein 23 ára gamal pakistanskur maður, sum hevur søkt um friðskjól í Týsklandi, men hann varð latin leysur seint í gjár, tí prógvini móti honum vóru ikki nóg góð. Tað hevur elvt til stúran, nú fólk royna at fóta sær aftur eftir atsóknina at ein drápsmaður gongur leysur í landinum. Týski innanríkisráðharrin, Thomas De Maizi re, sigur í viðmerking til leyslatingina, við ZDF, at tað kann ikki útlokast, at gerningsmaðurin framvegis gongur leysur. Tað er ikki greitt, hví atsóknin varð framd, sigur Maizi re, men tað er eingin ivi um, at hetta var eitt álop, og kanningarfólkini arbeiða við fleiri slóðum. Yvirgangsfelagsskapurin IS, sigur á eini av propagandasíðum sínum, at ein IS hermaður fekk íblástur at fremja atsóknina og sostatt akta boðunum frá felagsskapinum, sum heitir á muslimar um at fremja atsóknir í Vesturheiminum. Eingi tekin eru tó um, at IS hevur skipað fyri atsóknini, skrivar svt.se. Heimsins sjóneykur eru vendar móti sýriska býnum, Aleppo, og tað hevur tú óivað langt síðan lagt til merkis. Fleiri ferðir dagliga hava altjóða miðlar søgur um kríggj og deyða úr Aleppo, og videobrot av særdum børnum floyma í stríðum streymi á facebook. Í ár eru 5712 sivil menniskju deyð í sýriska krígnum. Tá Reyði Krossur savnar inn, fáa tey lutfalssliga nógv flestar krónur í bússina frá føroyingum. Tað sigur Jóanes Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi Føroyar. Hetta kann tulkast sum, at føroyingar hava stóran vilja at hjálpa í øðrum pørtum av heiminum, heldur Katrin á Neystabø, aðalskrivari hjá Amnesty Føroyar. Vit kunnu ikki vera errin av tí hjálpini, vit lata í løtuni , sigur Poul Michelsen í innslagnum. Sum landsstýrismaður í uttanríkismálum hevur hann ábyrgdina av neyðhjálparpolitikkinum hjá Føroyum. Bjarni Petersen, økisleiðari fyri miðøki hjá Landsverki sigur eisini, at lastbilar standa fastir á Gjáarskarði, so heitt verður á allar bilførarar um at koyra við varðsemi Hesum situr sambandsflokkurin spyrjandi mótvegis landsstýrinum, men hetta eru søtir tónar fyri sambandsformannin, Bárð á Steig Nielsen. Í Grein 8 í lánssáttmálanum stendur, at broytist ríkisrættarliga støða Føroyar áðrenn lánið er afturgoldið, skulu føroyskar myndugleikar innan fimm yrkadagar boða lánsveitaranum frá hesum, tí so mugu lánstreytirnar endurskoðast. Vangamyndin er av Lý Høgnadóttir, sum er 10 ár. Hon sigur frá um, hvat henni dámar, og vísir fram nakað av tí hon hevur á kamarinum hjá sær. Vit fylgja henni, meðan hon fyrireikar seg til barnadansistevnuna í Norðurlandahúsinum. Lý skal skipa Brestiskvæðið. Rani fer at ummæla eitt spæl, sum hann hevur tikið niður av netinum, og sum er um at sigla. Og so fara Jákup og Súsanna at spæla og syngja ein sang saman. Upptøkurnar vóru gjørdar í Staðnum í Vestmanna. Tað eru Elin Dagbjartsdóttir Neshamar, Lív Mortensen og Páll Danielsen, sum hava gjørt sendingina. Í Føroyum búgva bara dugnalig børn. Øll læra seg og gerast dugnaligari og dugnaligari. Og Alt í 1um so duga tey. Eitt nú at syngja. Og at dansa. Og íðka ítrótt. Og spæla telduspøl. Og alt møguligt. Alt í 1um ber til at síggja alt í einari sending. Vangamyndin hesaferð er av Janusi Dam Djurhuus, sum er 10 ár. Hann sigur eitt sindur um, hvat honum dámar, og hvat hann hevur inni á kamarinum hjá sær. Vit fylgja honum til venjing, tí hann spælir hondbólt, og teir fyrireika seg til steypafinaluna. Rani fer at ummæla FIFA13. Og so fer Jónas at spæla og syngja ein góðan sang. Upptøkurnar vórðu gjørdar á Margarinfabrikkini í Havn. Tað eru Elin Dagbjartsdóttir Neshamar, Lív Mortensen, Hans Petur Hansen og Páll Danielsen, sum hava gjørt sendingina. Vangamyndin hesaferð er av eini gentu, sum er 11 ár og sum dámar væl at lesa og gera fimleik. Fía Haldórsdóttir Smith vísir og fortelur um, hvat henni dámar at lesa og at lurta eftir. Eisini eigur hon ein hund, sum eitur Noða. Og spælummælarin Rani fer at ummæla telduspæli GISH. Sangarinnan hesaferð eitur Døgg. Og Hans Jacob spælir upp guitara. Upptøkurnar vóru gjørdar í Bygdahúsinum á Strondum. Tey fara at syngja og spæla Í búri tað er tann vakri sangurin, sum byrjar Kúrir tú lítli songfuglur mín . Tað eru Hans Petur Hansen, Elin Dagbjartsdóttir Neshamar, Lív Mortensen og Páll Danielsen, sum hava gjørt sendingina. Føroyar rættur skal nú gera av, um TAKS umsitur skattalógina rætt. Stýrið í ALS hevur stevnt Faroe Offshore Service, tí stýrið sigur, at fólkið, sum felagið sendir til Noregs at arbeiða, hevur A inntøku. Barsilsskipanin, sum TAKS umsitur, og Kærunevndin hjá ALS siga, at talan er um B inntøku. Men ALS stýrið sigur, at talan er um A inntøku. Henrik Old, landsstýrismaður, sum varðar av báðum skipanum, sigur, at Barsilsskipanin, tað er TAKS, hevur rætt. Tí eigur ALS at viðganga, at inntøkan hjá teimum, sum P f Faroe Offshore Service sendir til Noregs at arbeiða, er B inntøka. Henrik Old hevur svarað Bill Justinussen, løgtingsmanni, sum spurdi, hví ásetingin í skattalógini um A og B inntøku bara er galdandi fyri Barsilsskipanina og ikki fyri Arbeiðsloysisskipanina. Henrik Old sigur, at skattalógin er tann sama fyri báðar skipanir. Tí eigur ALS at meta inntøkuna sum A inntøku. Tað hevur vakt ans, at fyrst boðaði ALS stýrið Faroe Offshore Service frá, at tað góðtók avgerðina hjá Kærunevndini, at ALS gav felagnum viðhald í, at talan var um B inntøku. Men seinni stevndi ALS stýrið Faroe Offshore Service við kravi um pengar, tí talan er um A inntøku. Ein annar spurningur hjá Bill Justinussen er, um ALS ikki eigur at rætta seg eftir avgerðini hjá Kærunevndini. Henrik Old svarar, at eingin heimild er í ALS lógini at geva bindandi tilsøgn. Tað veldst um ítøkiligu umstøðurnar, nær til dømis ALS kann afturkalla eina avgerð. Og nú er málið latið Føroya rætti, sigur Henrik Old. Landsstýrismaðurin hevur áður sagt, at meginreglan er, at ein stovnur skal rætta seg eftir avgerðum hjá Kærunevndum. Tað er tí sera óheppið, at ALS fyrst boðar frá, at avgerðin hjá Kærunevndini verður tikin til eftirtektar, men síðani avger at stevna mótpartinum, sum hevur fingið viðhald frá Kærunevndini. Samferðslumálaráðið metir hetta ikki at vera í samsvari við góðan og nøktandi fyrisitingarsið. Nýggja virkið fer at avloysa sjey onnur virki sum Bakkafrost hevur, virkini at kryvja laks í Klaksvík og Strondum verða latin aftur um ársskiftið, og hálvan januar steðgar verður virkið í Kollafirði latið aftur, og frá um ársskiftið verða heldur ikki portiónir gjørdar í gamla virkinum í Glyvrum, og í Fuglafirði steðgar portiónsframleiðsla nakað inn í januar. Regin Jacobsen, stjóri, leggur dent á, at samanlagt, sparir Bakkafrost við hesum millum 70 og 90 miljónir um árið, og tað fer at síggjast longu seinna hálvár 2017 Tunnilsfeløgini vendu sær fyri tíð síðan til Tórshavnar havn um móttøku av gróti frá Eysturoyartunlinum. Samlaða nøgdin av tilfari, sum kemur út á Hvítanesi, er umleið 570.000 rúmmetrar í innbygdum máti. Vit fara at lurta eftir bæði Kaldbaksfólki og øðrum borgarum, um tey hava atfinningar móti ætlanini at útbyggja vinnuøkið á Sundi, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu. Tá ið uppskotið um útbyggingina hevur ligið til hoyringar, viðger byggi og býarskipanarnevndini í Tórshavnar Kommunu tað og síðani sent til endaliga góðkenning í innlendismálaráðnum. Arbeiðið uppá nýggja surimivirkið á Tvøroyri er komið undir land. Nakað av fiski er skorið í maskinunum, og talan er enn um royndir, sigur Bogi Jacobsen, stjóri. Í januar og februar í ár tók Varðin Pelagic ímóti makreli frá fleiri skipum, og síðani tók virkið ímóti lodnu. Tað ætlar virkið eisini at gera í ár, og tí kemur ikki verulig gongd á surimivirkið, fyrr enn tann vertíðin er av. Tað er eisini tá at uppsjóvarskipini fara at royna eftir svartkjafti, sum skal nýtast til surimi. Tað var fyri einum góðum ári síðani at stjórin í Varðanum Pelagic, Bogi Jacobsen kunngjørdi fyri starvsfólkunum, at felagið fór undir at byggja eitt surimivirki, sum skal vera við síðuna av uppsjóvarvirkinum, har sum landingarmiðstøðin helt til. Talan er um ein lið í langtíðarætlanunum hjá Varðanum at vera eitt felag, sum framleiðir matvørur og sum virðisøkir tað tilfeingi, vit hava her í Føroyum. Svartkjaftur er eitt fiskaslag, sum er fiskandi ein stóran part av árinum, og er at fáa í stórum nøgdum. Virkið kemur at standa fyri einari virðisøking á einar 35 milliónur árliga. Svartkjafturin verður skorin til flak og framleiddur til fars, áðrenn hann fer í surimi maskinurnar. Surimi hevur verið framleitt í Føroyum áður, bæði á Bluenorth í Kollafirði, umborð á Olafi í Garðastovu, umborð á Næraberg og Atlantic Navigator. Íløgan í nýggja virkið er millum 60 og 70 milliónur krónur, og hon fer at geva arbeiði til eini 70 fólk. Ætlanin er í stóran mun at brúka arbeiðsfólk av uppsjóvarvirkinum, tí tað stendur stilt ein part av árinum, men við surimivirkinum afturat, ber til at útvega nógv støðugari arbeiði, sigur Bogi Jacobsen. Arbeitt verður við at selja vøruna frá nýggja virkinum, og fleiri hava víst áhuga fyri vøruni. Tí vera royndir gjørdar, sum keypararnir vilja sleppa at síggja, sigur stjórin í Varðanum Pelagic. Á ferð í Norðurgrønlandi vitjaði Sjónvarpið jólamannin undir Hjartafjallinum í Uummannaq. Nøkur børn úr býnum, saman við børnum úr Barnaheiminum í Uummannaq, fara á hundasletu til Hjartafjallið at leita eftir jólamanninum. Ein av føroysku jólamonnunum hittir grønlendska jólamannin. Lagt til rættis Zacharias Hammer. Ferjan kom úr Varberg til Grenaa í nátt, og hvørki ferðafólk ella bilar sluppu land, fyrr enn politiið hevði kannað øll, upplýsir dagligi leiðarin hjá Stena Line í Grenaa fyri danska kringvarpinum. Ferðafólk, sum skuldu til Varberg í nátt, vórðu eisini kannað, men løgreglan fann einki illgrunavert. Løgreglan leitaði við hundi, og ein tyrla var eisini á flogi. Týskir myndugleikar hava í fleiri mánaðir havt eyguni eftir 24 ára gamla tunesiskan manninum, Anis Amri, sum er undir illgruna fyri at hava verið upp í atsóknini, tá ein lastbilur koyrdi á eina mannamúgva á einum jólamarknaði í Berlin týskvøldið. Tað skriva fleiri týskir miðlar, sambært tíðindastovunum Reuters og AP. 12 fólk doyðu, og 48 vórðu løstað. Anis Amri er nu eftirlýstur, og týsku myndugleikarnir lovað hundrað túsund evrur í finningarløn, tað eru umleið 750.000 krónur í okkara peningi, fyri upplýsingar, ið hava við sær, at maðurin verður tikin. Sambært týsku miðlunum fóru myndugleikarnir at vaka yvir Anis Amri í mars mánaði í ár. Trygdarkeldur ávaraðu um, at Anis Amri eftir øllum at døma hevði ætlanir um at bróta inn eftir pengum, so hann hann kundi keypa vápn at brúka til eitt álop saman við øðrum. Tað vísti seg, at Anis Amri var uppi í handli við rúsevnum í Berlin, men eingi prógv vóru fyri, at hann ætlaði at fremja álop. Nýggjastu hagtølini, sum Hagstovan hevur kunngjørt, siga, at til 1.desember vórðu avreidd knappliga 23.000 tons av upsa. Tað eru 1.400 tons meira enn í fjør. Men hóast tonsini eru fleiri í ár, eru krónurnar færri. Virðið á upsanum er góðar 184 milliónir krónur , sum eru tíggju prosent minni enn í fjør. Talan er um góðar 20 milliónir krónur minni í ár. Samanumtikið er vøksturin tó tann sami í avreiðingunum í ár, bæði í tonsatali og krónutali, hann er fýra prosent. Løgtingsins umboðsmaður gjørdi í summar vart við, at neyðugt er at broyta lógina, so hon eisini hevur ásetingar um privata samdøgursrøkt. Og nú hevur Almannamálaráðið broytt lógina og sent uppskotið til hoyringar. Lógarbroytingin er, at umframt góðkend fosturforeldur, kunnu eisini næstrafólk ella onnur, sum hava tætt samband við barnið, hava barnið í samdøgursrøkt, uttan at Fosturforeldraskipanin góðkennir tey. Tað er nóg mikið, at barnaverndartænastan velur og góðkennir tey, sum hava børn í privatari samdøgursrøkt. Við lógaruppskotinum verður mælt til at gera nýtt kapittul í barnaverndarlógini um privata samdøgursrøkt, sum ásetur treytirnar fyri, nær neyðugt er við sonevndum røktarloyvi fyri at hava børn búgvandi. Eisini kann Høvuðsbarnaverndarnevndin nokta einum barni í privatari familjurøkt at flyta heimaftur. Harafturat hevur skrivstovan hjá Høvuðsbarnaverndarnevndini gjørt vart við, at neyðugt er at skilja millum samveru undir eftirliti og stuðlaðari samveru í lógini. Lagt verður tí afturat í lógini, at Høvuðsbarnaverndarnevndin tekur støðu til, um umboðið frá barnaverndartænastuni skal virka sum eftirlit ella sum stuðul hjá foreldrunum. Forlagið Sprotin gav út bókina í 2015, Edward Fuglø hevur gjørt kápumyndina til føroysku útgávuna. Sonja Kjølbro hevur staðið fyri umbótingini. Finska stjórnin fer nú undir eina roynd, sum hevur vakt ans í øllum heiminum. Næstu tvey árini fáa 2.000 arbeiðsleys, í aldrinum 18 til 58 ár, útgoldnar 4.000 krónur frá tí almenna. Peningurin er skattafríur, og tey, sum fáa hann, skulu ikki lúka somu krøv, sum arbeiðsleys og tey, ið fáa kontanthjálp, annars skulu lúka í Finnlandi. Hetta er ein roynd, sum skal avdúka, hvørja ávirkan ein almenn veiting, eitt slag av borgaraløn, sum verður latin treytaleyst, hevur. Granskarar skulu fylgja teimum 2.000 fólkunum, sum fáa borgaraløn, og ein eftirlitsbólkur skal fylgja teimum, sum fáa dagpening og kontanthjálp eftir gomlu skipanini, hetta til endan av 2018. Royndin skal millum annað vísa, um tey, sum fáa borgaraløn, gerast dovin, ella um leysu teymarnir hava við sær, at tey fáa hug at fáa eitt parttíðarstarv, fara undir útbúgving, ella stovna egið virki. Eitt sindur av rabarbusaftinum hjá mammu, eitt sindur av grannvodka frá Leif Sørensen, nakað av whiskey og ein rúgva av hegni og royndum. Tað var tað, sum tryggjaði føroysku Christinu Eriksen triðjapláss í altjóða kappingini fyri barrvørðar, Milano Marittima International Bartender Contest 2016. Christina Eriksen starvast í vikuskiftunum sum barrvørður í náttklubbanum, Bassalt, í Havn. Klokkan 07.30 í morgun sat Christina Eriksen klár uttanfyri útvarpsstovuna hjá Góðan Morgun Føroyar, og klokkan var ikki blivin átta, tá verturin slapp at smakka ein sopa av tí forkunnuga drykkinum. Lurta eftir ljóðbrotinum omanfyri og fá íblástur til at gera ein ørðvísi jóladrykk. Uppskriftina finnur tú her Morgunsendingin vitjaði Unnur Joensen í Kollafirði. Tað var Heidi Davidsen, ið tilnevndi Unnur Joensen og Sirið Trygvadóttir Ryggshamar. Eg haldi, at kurvin eigur at verða latin Unnur Joensen og Sirið Trygvadóttir Ryggshamar í Kollafirði. Tær skipaðu fyri eini innsavning á Facebook til frama fyri familjuni hjá beiggja mínum, so børnini við hjálparum kundu vitja foreldrini í heystferiuni. Mamman hevur fingið krabbamein bert 38 ára gomul. Tí máttu hon og beiggi mín fara til Danmarkar til stráluviðgerð í tveir mánaðar. Børnini eru fýra í tali tað yngsta 5 mánaðir og tað elsta 8 ár. Tey vóru øll eftir heima hjá familjuni. Innsavningin gekk sera væl. Systir mín og eg, sum eru fastrar at børnunum, fóru til Danmarkar við øllum fýra børnunum í eina viku. Peningur var eisini eftir til rokningar og annað, nú ongin inntøka var orsakað av sjúkuni. Eitt sera gott tiltak, sum styrkti og uggaði í einari svárari tíð. Lóggávan á økinum er gomul donsk lóggáva, og stórur tørvur er á dagføringum. Talan er um stórt og umfatandi arbeiði, og mett verður, at tørvur er á tveimum løgfrøðingum og einum skrivstovufólki til at fyrisita hetta arbeiðið, sigur Løgmansskrivstovan. Lógin um at yvirtaka persónsrættin, húsfólkarættin og arvarættin er longu gjørd, og uppskotið er nú sent til hoyringar. Hoyringarfreistin er til 11.januar. Ein Familjufyrisiting skal umsita málsøkini. Familjufyrisitingin skal seta, ella yvirtaka frá Ríkisumboðnum, løgfrøðingar svarandi til hálvt fjórða skrivstovufólk og ein barnaserkønan. Harafturat skal leiðari setast. Samanumtikið verður brúk fyri tíggju starvsfólkum. Familjufyrisitingin fer at kosta fimm milliónir og 342.000 krónur í lønum, stendur í viðmerkingunum um lógaruppskotið. Føroya kærustovnur fær meira at gera og noyðist at seta ein løgfrøðing at umsita kærurnar. Harafturat verður samsýningin til limirnar í Kærunevndini í almanna , familju og heilsumálum hækkað. Málsøkini skulu yvirtakast ólavsøkudag í 2018. Tey fara at kosta landskassanum 10,3 milliónir krónur um árið. Samráðingarnar við donsku stjórnina um yvirtøkuna eru lidnar. Men partarnir tosa enn um nakrar praktiskar spurningar, so sum starvsfólkamál. Føroyar skulu yvirtaka 15 lógir og 12 millumtjóða sáttmálar og avtalur. Harafturat eru sjey lógir og níggju millumtjóða sáttmálar og avtalur í Danmark, sum ikki eru sett í gildi í Føroyum. Tá ið tú brúkar kroppin hjá tær til at fáa kontakt við gudar í eysturlendskari religión, tá vil eg siga, at tað er avgudadyrkan, og tað er vandamikið. Hetta sjónarmiðið bar ein føroyskur prestur fram, tá Trúboðin fyri stuttum skrivaði um yoga og mindfullness. Tú skalt leita ótrúliga leingi fyri at finna ein yogalærara, sum setur yoga í samband við átrúnað , sigur Marianna Vang Simonsen. Hon metir, at ikki færri enn 500 føroyingar ganga til yoga hvørja viku. Góðan Morgun Føroyar ger í morgun yoga fyri at royna tað á egnan kropp. Síðan práta vit við Marionnu Vang Simonsen um yoga og átrúnað. 2016 hevur verið strævið hjá blaðnum Dimmalætting, og úrslitið fyri árið verður vánaligt. Hallið verður um hálvaaðru milliónir krónur Tað sigur Poul Hansen, advokatur, sum herfyri varð settur sum nýggjur stjóri í felagnum. Poul Hansen er ein av eigarunum í partafelagnum, Kimbli, sum eigur Dimmalætting. Poul Hansen hevur verið nevndarformaður í Dimmalætting, men tað er hann ikki longur. Ístaðin er Erland Poulsen settur sum nevndarformaður. Poul Hansen sigur, at hann hevur tikið við sum stjóri, fyri at friður skal vera um blaðið, og fyrst í nýggja árinum verður umrøtt, hvussu farast skal fram við blaðnum. Ætlanin er at blaðið skal halda fram, sigur hann. Ein av ætlanunum er, at partafelagið Knassar, sum eiga heimasíðuna, Portalin, skal gerast ein partur av virkseminum hjá Dimmalætting við eini samstarvsavtalu. Á Portalinum er leinkja til heimasíðuna hjá Dimmalætting. Tí er Niklái Nysted, sum er stjóri í partafelagnum, Knassum, komin í nevndina fyri Dimmalætting. Og Georg L. Petersen heldur fram sum ábyrgdarblaðstjóri á Dimmalætting. Tað er tað einasta ítøkiliga sum er hent enn, sigur Poul Hansen. Hóast árið í ár ikki endaliga er gjørt upp, so verður talan um stórt hall, sigur nýggi stjórin. Hallið verður umleið hálvaaðru millión krónur, og tí er neyðugt at umrøða framtíðina. Tað verður gjørt fyrst í nýggja árinum. Føroyar hava spælt ein dyst síðani seinsti styrkislistin hjá FIFA varð almannakunngjørdur í november. Tað var móti Sveis, og tann dystin vunnu Sveis 2 0. Men kortini eru Føroyar farnar eitt stig upp á listanum, vit eru nú á 83. plássi saman við Noregi. Antigua og Barbuda eru lækkað niður við 11. plássum, og tí flyta Føroyar eitt pláss upp á listanum yvir heimsins bestu fótbóltstjóðir saman við Noregi, sum í løtuni ongan venjara hevur. Ovast á listanum er eingin broyting. Argentina stendur ovast, næstbest er Brasilia og triðbesta fótbóltstjóð í heiminum er Týskland. Í Norðurlondum liggur Ísland framvegis ovast á 21 unda plássi. Svøríki er nr 41 og Danmark nummar46. Føroyar eru saman við Noregi nummar83, og Finnland er 94. besta landslið. Av londunum, sum hava størstu framgongd, er Rwanda best, og er farið 9 pláss uppeftir. Hinvegin dettur Kuba, sum ein steinur 26 pláss niður og er nú nummar 151, vísir styrkilistin hjá FIFA. Næsta ár skal føroyska A landsliðið spæla seks dystir. Teir eru móti Andorra, Sveis, Portugal, Lettlandi og Ungarn. Portugal er nummar 8 á styrkilistanum, Sveis er nummar 11. Ungarn er nummar 26, Lettland er nummar 111, altso 28 pláss niðanfyri Føroyar, og Andorra er nummar 203, altso meiri enn 100 pláss niðanfyri Føroyar. Boðini frá Putin koma eftir, at verjumálaráðharrin, Sergej Shoigu, hevur sagt, at USA eisini fer at dubba seg við kjarnorkuvápnum. Putin sigur, at eisini onnur vápn skulu dagførast til tess at standa ímóti hóttanum. Sostatt tekur ST fyrsta stigið at rættarsøkja tey, sum hava ábyrgdina av borgarakrígnum, sum nú hevur vart í nærum seks ár. 105 lond atkvøddu fyri og 15 ímóti. 52 atkvøddu ikki. Serfrøðinganevndin fer at hava tætt samstarv við kanningarnevndina hjá ST, sum hevur lagt fram fleiri frágreiðingar um ræðuleikarnar í krígnum, sum hevur kravt meira enn 310.000 mannalív. Liktinstein eigur uppskotið um at skipa eitt panel at kanna krígsbrotsverk í Sýria. 58 lond taka undir við tí, teirra millum USA, Frakland, Bretland, Italia og Týskland. Russland og Kina hava fyrr verið ímóti slíkum kanningum. Í 2014 forðaðu Russland, sum er týdningarmesti sameindi hjá Sýria, og Kina fyri at lata altjóða revsidómstólin kanna krígsbrotsgerðir í Sýria. Og sjálvt um dagarnir hava verið stuttir so hava tíðindadagarnir, sum vanligt verið nóg langir. Gestavertur í hesi sendingini er Theodor Eli Dam Olsen, sóknarprestur. Og sum so ofta uppundir jól ella kanska kennist tað bara so hendi ein sorgarleikur hesiferð í Berlin, har 12 fólk doyðu, tá ein lastbilur koyrdi inn í eina mannamúgvu, sum var samankomin til jólahugna á einum marknaði í miðbýnum í Berlin. Fyri nógv so vóru tað góð tíðindi at Atlantsflog hevði keypt eitt nýtt flogfar sum nú entá hevur fingið annað navn enn FLI okkurt, men eitur William. Og so løgið tað kann ljóða, so var tað gjørt til tíðindi, at ein politikari Magni Laksáfoss hevði skift meining. Og vit spyrja um poltikarar mugu skifta meining Hetta er ein av niðurstøðunum í eini greining, sum ein arbeiðsbólkur undir vinnumálaráðnum, hevur gjørt. Hetta stendur at lesa í sosialinum í dag. Fyri 14 døgum síðani handaði bólkurin Poul Michelsen eitt álit, sum skuldi vísa á fyrimunir og vansar við at taka bankaskipanina heimaftur, umframt, hvussu nógv tað kostar og hvussu tað kann gerast. Í bólkinum sótu Niels Christian Nolsø, fyrrverandi stjóri í Elektron, Bjarki Mohr, peningastovnsserfrøðingur, Alfred Joensen, systemarkitektur og Oyvindur av Skarði úr Vinnumálaráðnum var skrivari. Peningastovnarnir fluttu bankaskipanina av landinum í sambandi við at teir keyptu bankar uttanlands, og tí er líkt tilk, at teir mugu áleggjast at taka hana heim aftur við lóg, stendir millum annað í Sosialinum í dag. Hetta er eisini ein av vansunum, sum arbeiðsbólkurn vísir á í síni niðurstøðu, tí tað kann vera óheppi at vinnan ikki kann keypa sínar tænastur, har henni líkar best. Hinvegin fer tað at skapa arbeiðspláss og menna KT umhvørvið, um peningastovnarnir taka bankaskipanirnar heimaftur. Flest arbeiðspláss verða, um bankarnir velja at gera eina føroyska loysn, men tað fer eisini at krevja nógv fólk í KT vinnuni um peningastovnarnir velja eina altjóða skipan, sum er roynd frammanundan. Heimtøkan fer haraftrat at merkja bíligari rakstur fyri peningastovnarnar og hetta kann koma viðskiftafólkunum til góðar. Sum heild verður mett, at ein heimtøka av bankaskipanini havt jaliga ávirkan á menningina av talgildu Føroyum. Tó eru vansar fyri viðskiftafólk og starvsfólk, um bankarnir skulu umleggja KT skipanina enn einaferð. Tað kann gerast tungt og skapa órógv at gjøgnumføra eina umlegging einaferð aftrat, og tað fer at merkja bæði kundar og tey, sum arbeiða í bankunum. Haraftrat fer tað at kosta bankunum at leggja KT skipanina um einaferð aftrat er niðustøðan í álitinum. Hetta er ein av niðurstøðunum í eini greining, sum ein arbeiðsbólkur undir vinnumálaráðnum, hevur gjørt. Hetta stendur at lesa í sosialinum í dag. Fyri 14 døgum síðani handaði bólkurin Poul Michelsen eitt álit, sum skuldi vísa á fyrimunir og vansar við at taka bankaskipanina heimaftur, umframt, hvussu nógv tað kostar og hvussu tað kann gerast. Í bólkinum sótu Niels Christian Nolsø, fyrrverandi stjóri í Elektron, Bjarki Mohr, peningastovnsserfrøðingur, Alfred Joensen, systemarkitektur og Oyvindur av Skarði úr Vinnumálaráðnum var skrivari. Peningastovnarnir fluttu bankaskipanina av landinum í sambandi við at teir keyptu bankar uttanlands, og tí er líkt tilk, at teir mugu áleggjast at taka hana heim aftur við lóg, stendir millum annað í Sosialinum í dag. Hetta er eisini ein av vansunum, sum arbeiðsbólkurn vísir á í síni niðurstøðu, tí tað kann vera óheppi at vinnan ikki kann keypa sínar tænastur, har henni líkar best. Hinvegin fer tað at skapa arbeiðspláss og menna KT umhvørvið, um peningastovnarnir taka bankaskipanirnar heimaftur. Flest arbeiðspláss verða, um bankarnir velja at gera eina føroyska loysn, men tað fer eisini at krevja nógv fólk í KT vinnuni um peningastovnarnir velja eina altjóða skipan, sum er roynd frammanundan. Heimtøkan fer haraftrat at merkja bíligari rakstur fyri peningastovnarnar og hetta kann koma viðskiftafólkunum til góðar. Sum heild verður mett, at ein heimtøka av bankaskipanini havt jaliga ávirkan á menningina av talgildu Føroyum. Tó eru vansar fyri viðskiftafólk og starvsfólk, um bankarnir skulu umleggja KT skipanina enn einaferð. Tað kann gerast tungt og skapa órógv at gjøgnumføra eina umlegging einaferð aftrat, og tað fer at merkja bæði kundar og tey, sum arbeiða í bankunum. Haraftrat fer tað at kosta bankunum at leggja KT skipanina um einaferð aftrat er niðustøðan í álitinum. Jóanes Nielsen er ógvuliga fjølbroyttur høvundur. Hann yrkir, skrivar skaldsøgur og sjónleikir, hendinga stuttsøgur umframt greinir í hópatal. Í ár er hann aktuellur við sjónleikinum Havfrúgvin og skaldsøguni Bommhjarta . Viðurkenningarnar hava eisini verða nógvar, bæði heima og úti. Fimm ferðir hevur hann verið innstillaður til bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. Í tveimum tímum lurta vit eftir arbeiðaraskaldinum. Vit hava funnið fram í útvarpssavninum samrøður, ið gjørdar eru við Jóanes Nielsen heilt frá fyrstu útgávuni í 1978 til hann á øðrum sinni í 2012 fekk virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir. Sendingin var fyrstu ferð send á Ólavsøku í 2013, tá rithøvundurin fylti 60 ár. Í morgin siglir Smyril bert einaferð millum Suðuroy og Havnina. Smyril fer av Krambatanga kl 7 í morgin ári og úr Havn aftur kl 16. Enn eru ongar aðrar broytingar á oyggja og bygdaleiðum lagdar fyri komandi dagarnar, men væntast kann, at broytingar og ella avlýsingar fara at koma, skrivar heimasiðan hjá Strandfaraskipum Landsins. Tann spurningurin kann setast, tá broytingin í hjúnabandslógini skal gerast, sum tekur rættin frá samkyndum, ið eru borgarliga vígd, at biðja kirkjuna væsigna hjúnarbandið. Sjey fólk manna stýrið. Landsstýriskvinnan velur fýra teirra uttan fyri stovnin, starvsfólkini velja tveir, og tey lesandi velja ein lim. Stýrið situr í fýra ár, tó er skeiðið hjá teimum lesandi eitt ár. Í nýggja stýrið fyri Fróðskaparsetrið eru vald Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum Ólavur Ellefsen, stjóri Anders Bjarklev, rektari á Danmarks Tekniske Universitet Guðrún Nordal, stjóri á Stofnun Árna Magnússonar, Reykjavík Gestur Hovgaard, starvsfólkaumboð, lektari á Søgu og samfelagsdeildini Svein Ole Mikalsen, starvsfólkaumboð, professari, Náttúruvísindadeildin Umboðið hjá teimum lesandi er Silja Aldudóttir, MA lesandi á Føroyamálsdeildini Stýrið er evsti myndugleiki hjá Fróðskaparsetrinum. Stýrið velur formann og næstformann millum teir stýrislimirnar, sum landsstýriskvinnan hevur valt uttan fyri stovnin. Limirnir uttaneftir skulu hava univesitetsútbúgving ella førleika á samsvarandi stigi. Teir skulu hava holla vitan um og gott innlit í universitetsútbúgving og gransking. Limirnir skulu eisini hava leiðsluroyndir frá vinnu og umsiting. Í nevndini sita fimm limir og fimm varalimir. Landsstýriskvinnan velur sjálv tríggjar limir, og tveir verða tilnevndir eftir tilmæli frá Listafólkasambandinum. Landsstýriskvinnan tilnevnir formann og næstformann. Umframt Ingun í Skrivarastovu og Annfinn Heinesen eru Gulla Øregaard, Urd Johannesen og Leif Hansen vald í nevndina fyri Mentanargunnin. Tunesarin, Anis Amri, sum er undir illgruna fyri at hava skipað fyri atsóknini at einum jólamarknaði í Berlin mánakvøldið, varð sæddur á einum vakmyndatóli fáar tímar eftir atsóknina, skriva týskir miðlar. 24 ára gamli maðurin er sæddur á vakmyndatólum við eina mosku í økinum Moabit í miðbýnum í Berlin. Útvarps og sjónvarpsstøðin, RBB, veit at siga, at fólk, sum taka undir við Islamskum Stati, halda til í hesi moskuni. Fyrrapartin í gjár gjørdi løgreglan húsarannsókn í moskuni. Leiðarin fyri moskuna umrøddi hana sum Moskuna fyri IS viðhaldsfólk í Berlin í eini telefonsamrøðu, sum týska fregnartænastan hevur avlurtað, sigur RBB. Atsóknin mánakvøldið kravdi 12 mannalív, og umleið 50 vórðu løstað. Løgreglan heldur seg hava gott um at halda í jagstranini eftir Anis Amri, sum er eftirlýstur um allan heimin. Samleikaprógv hjá honum eru funnin í lastbilinum, sum koyrdi á mannamúgvuna, og í gjár vórðu fingramerki eisini funnin í bilinum. Løgreglan sigur, at eftirlýsti maðurin kann hava fingið skaða í andlitið, og at hann møguliga er í týska høvuðsstaðnum, skrivar dagblaðið Der Tagesspiegel. Á landsfundinum hjá Fiskmannafelagnum í gjár var uppskot um, at felagið fer úr Samtaki. Men tann, sum átti uppskotið, var farin av fundinum, tá uppskotið skuldi viðgerast. Orðstýrarin helt ikki, at uppskotið var nóg búgvið til støðutakan. Tað var komið so mikið seint, at ikki vóru stundir til at kunna limirnar nóg væl fyri landsfundin. Og uppskotið er so grundleggjandi, at tað undir øllum umstøðum eigur at sendast til frumatkvøðu hjá limum felagsins. Tað sama var galdandi um eitt uppskot um at seta sýsluformonnum, stjórnarlimunum, aldurshámark, sum er 67 ár. Danska løgreglan hevur nógv fólk á staðnum, og heitir á fólk um at halda seg burtur frá økinum. Vit taka hetta í størsta álvara, og tí hava vit sent nógv fólk á staðið, har maðurin skal vera sæddur, sigur Poul Severinsen, varapolitiinspektørur. Fyri løtu síðani skrivaðu danskir miðlar annars, at maðurin, sum var eftirlýstur fyri atsóknina í Berlin, var hildin at vera sæddur í lborg, og Løgreglan í Norðurjyllandi boðaði frá, at hon var farin udir eina atgerð í býlinginum Eternitten sunnan fyri Miðbýin í lborg. Tað er niðurstøðan hjá Helga Abrahamsen, løgtingsmanni, eftir at hann hevur fingið svar frá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, um ljóðstyrkina á tónleikinum á konsertum og festivalum til dømis. Sirið Stenberg svarar, at eingin lóg ella kunngerð setir beinleiðis setur mark fyri, hvussu harður tónleikur kann vera á almennum støðum. Men í kunngerð frá 1994 um umhvørvi eru reglur um virksemi, sum órógvar fólk í grannalagnum. Sambært teirri kunngerðini varða kommunustýrini av hesum økinum. Tey kunnu til dømis steðga virksemi, sum við gangi órógva grannarnar illa. Tað váttaði italski innanríkisráðharrin, Marco Minniti, á tíðindafundi fyrrapartin. Løgreglan skeyt Anis Amri í nátt á eini tokstøð í einum forstaði uttan fyri Milano. Løreglan steðgaði Anis Amri og bað hann um at vísa samleikaprógv. Eftirlýsti maðurin tók eina skammbyrsu fram, skeyt og særdi ein løgreglumann. Løgreglan svaraði aftur, og skeyt og drap Anis Amri. Italski innanríkisráðharrin leggur dent á, at tað er eingin ivi um, at maðurin, sum er skotin, er Anis Amri, sum hevur verið eftirlýstur um allan heimin síðani atsóknina í Berlin. Særdi løgreglumaðurin varð lagdur inn á sjúkrahús, men livir væl eftir umstøðunum. Reuters skrivar, at løgreglan visti, at gerningsmaðurin var í Milano, og hann varð eyðmerktur við fingramerkjum. Bæði samleikaskjøl og fingramerki hjá Anis Amri vórðu funnin í lastbilinum, sum koyrdi á mannamúgvuna. Hildið verður, at Anis Amri er farin úr Berlin við toki gjøgnum Týskland og Frakland til Italia. 12 fólk doyðu í atsóknini í Berlin mánakvøldið, og 49 fólk vórðu løgd inn á sjúkrahús við løstum. Anis Amri var 17 ára gamal, tá hann flýddi úr Tunis til Italia, og haðani fór hann víðari til Týsklands. Myndugleikarnir í floghavnini siga, at øll trygdartiltøk eru sett í verk. Flogfarið, sum Afriqiyah Airways, eigur, fleyg innanríkis í Libya, tá tveir menn hóttu við at spreingja tað í luftina, vita miðlar í Malta at siga. Aðrir miðlar siga, at talan er bert um ein flogrænara, sum eftir øllum at døma hevur eina hondgranat uppi á sær. Times of Malta skrivar, at flogrænarin er til reiðar at lata øll ferðafólkini sleppa úr flogfarinum, fær hann krøv síni eftirlíkað. Enn er ógreitt, hvat flogrænarin krevur. Nýggjar maskinur eru settar upp, og tað er mestsum klárt at fara undir framleiðsluna. Vit hava arbeitt við lýsi fyrr, og vit vita, at tað er stórur marknaður fyri lýsi, sigur Eirikur á Húsamørk, stjóri á Høvdavirkinum, við Sosialin. Avskurður av gulllaksi verður brúktur til hesa framleiðsluna, men eisini svartkjaftur. Varðin í Gøtu hevur keypt seg inn í Høvdavirkið, og tað fer eisini at virðisøkja fiskin, sum skipini hjá Varðanum fiska. Næsta ár letur Varðin surimivirki upp á Tvøroyri, sum fer at virka svartkjaft. Men tann smái fiskurin er væl egnaður til framleiðsluna á Høvdavirkinum, sigur Jógvan Dávid Jacobsen, sum umboðar Varðan í nevndini fyri Høvdavirkið, við Sosialin. Í heilsuídnaðinum og kosttilskotsídnaðinum er stórur eftirspurningur eftir lýsi. Tað eru serliga Omega 3 feittsýrurnar, sum spurt verður eftir. Føroyski fiskurin er góður og feitur, og hevur nógv lýsi til júst slíka framleiðslu, og tí hóskar tað væl hjá Varðanum at fara upp í virkið í Leirvík, sum hevur arbeitt við virðisøking í mong ár, sigur, Jógvan Dávid Jacobsen við Sosialin. Annar var fyrrapartin á Nesi. Har var ein skorsteinspláta loysnað. Eysturoyar Sløkkilið varð sent á staðið at taka sær av leysu plátuni. Og fyri løtu síðani varð boðað frá, at takplátur vóru leysar á einum húsum í Miðvági. Sløkkilið í Vágum er sent á staðið, sigur Heri Andreassen, vakthavandi á politistøðini í Havn. Tann 1.januar fáa ferðafólk ikki longur ókeypis atgongd til uppihaldsstovur, lounges, á átta flogvøllum í Evropa og tann 1.februar leggjast 32 flogvøllir afturat. Millum hesar uppihaldsstovur eru tær í Billund og lborg. Broytingin umfatar eisini eina uppihaldsstovu í USA og fýra í Asia. Tær uppihaldsstovur, sum SAS sjálvt rekur, vera tó framvegis tøkar hjá ferðafólki við serligum ferðaseðlum og kortum. SAS strikar eisini møguleikan hjá ferðafólkunum at sleppa skjótt gjøgnum trygdareftirlitð á nógvum flogvøllum. Hesar uppihaldsstovur á flogvøllunum og møguleikan at sleppa skjótt gjøgnum trygdareftirlit eftir fast tracks vóru nakað av tí, sum SAS lokkaði við, tá felagið sendi fólk til Føroya í oktober at kunngera, at SAS fer at flúgva til Føroya tann 26.mars næsta ár. Orsøkin til stigið hjá SAS viðvíkjandi uppihaldsstovum er sparing, tí tað kostar hjá SAS at sleppa upp í part í uppihaldsstovum, sum onnur eiga og reka, og sum skilst brúka ferðafólkini hjá SAS ikki hesar uppihaldsstovur so nógv. Sethús í Havn hava ongantíð kostað so nógv sum nú. Miðalprísurin er í løtuni 2,5 milliónir. Bara tað seinasta árið er prísurin hækkaður 300.000 krónur. Uttan fyri Havnina er kosta hús eina millión krónur í miðal, 60.000 krónur meira enn í fjør. Tað vísir seinasta uppgerðin frá meklarafyritøkunum Skyn og Inni. Metárið fyri húsaprísir var annars 2007, tá hann var 2,3 milliónir. Men uppgerðin skal takast við ávísum fyrivarni, sigur Árni Ellefsen, forstjóri í Bank Nordik. Eg fái stress , segði sjónvarpskokkurin Gutti Winther, tá hann legði leiðina framvið kringvarpskøkin í morgun. Vertirnir í Góðan Morgun Føroyar høvdu sett sær fyri at gera jóladunnu. Og tað var ikki ein vøkur sjón tá lakkaði móti endanum, tí sósin og tey brúnkaðu eplini skuldu gerast samstundis. Men tíbetur vóru lurtarirnir raskir at koma við góðum ráðum, og tá av tornaði gekk alt upp í eina hægri eind. Dunnubringan var steikt rosa og skinnið var broyskt. Sósin var intens og smakkaði bæði av dunnu og appilsin. Tey brúnkaðu eplini vóru ikki, sum vit kenna tey, kleiggjut og søt men dómarirnir søgdu, at tey smakkaðu væl. Hygg her og hoyr dómin. Hevur tú hug at hoyra ella endurhoyra morgunsendingina, kanst tú trýsta á pílin omanfyri. Mynd Kenneth Jørgensen Josveins vísa. Klaksvíkar Dansifelag Jógvan Pætur Gilstein skipar. Dansifelagið í Havn Hilmar Kass skipar, Hábarðs kvæði sumbingar Eli Poulsen skipar. Jøkilskvæði Dansifelagið í Havn Høgni Mohr skipar. Boaratátturin Norðstreymoyar Dansifelag Hans Esbern Heinesen skipar. Fípan Fagra Dansifelagið í Havn Niels á Velbastað skipar. Seyðamaðurin á Sondum Vága Dansifelag Jón Joensen skipar. Grímur á Miðanesi sumbingar Albert Djurhuus skipar. Mimmering velbastaðfólk Jóannes í Búðini skipar. Tróndarkvæði Suðuroyar Norðara Dansifelag Levi Niclasen skipar. At kalla øll samferðslan liggur lamin. Smyril hevur avlýst túrin, ið ætlanin var at sigla. Eftir ætlan sigur Sam ein túr í dag. Allir bussar eru avlýstir. Føroyska støðan er, at grundlógin ikki er eitt relevant amboð at brúka, fyri at gera av, hvussu nógvan sjálvsavgerðarrætt Føroyar hava, sigur løgmaður við Politiken. Herfyri fanst grønlendski landsstýrismaðurin í uttanríkisráðnum hvassliga at Danmark fyri millum annað støðuna við uttanríkispolitikkinum, og kravdi, at Grønland fekk meira ávirkan á uttanríkispolitikkin. Løgmaður vísur í Politiken á støðuna herfyri, tá Føroyar søktu um limaskap í Norðurlandaráðnum, men ikki fingu stuðul úr Danmark. Løgmaður vísur á, at danski politikkurin er vorðin munanandi strangari enn áður. Danska stjórnin hevur strammað upp, tá tað ræður um møguleikarnir hjá Føroyum og Grønlandi at vera við í altjóða viðurskiftum. Hví havi eg ikki svar uppá. Men danska stjórnin hevur í øllum førum ein ørvísi og strangari hugburð, enn hon hevði í 1980, sigur løgmaður, og sipar til, at tá Føroyar í 1980 sendu umsókn um limaskap í Norðurlandaráðnum, var tað við stuðli frá táverðandi danska forsætisráðharranum, Anker Jørgensen. Ein steinur brast í forrútin, sum datt inn yvir fólkini í bilinum. Grót brast allan vegin rundan um okkum, sigur Jógvan Magnussen í Tjørnuvík, sum í gjár var í bilinum við konuni og dótturini, tá grót og steinar rapaðu oman yvir bilin. Tey máttu úr bilinum, og runnu síðani oman í bygdina. Triðja árið verður skipað fyri stórari jólakonsert í Løkshøll, og aftur í ár hevur tað eydnast fyrireikarunum at savna saman eitt gott og fjølbroytt tyssi av kendum og minni kendum sangarum og tónleikarum, so lagt er upp til eitt hugnaligt og undirhaldandi kvøld við góðum sangi og tónleiki. Sangarar á Jól við Løkin 2016 Heðin Askham Jan Jacobsen Sirikit Jacobsen Dania Tausen Judy Andersen Beinta Napoleonsdóttir Lilja Jacobsen Steffan Løkin. Húsaorkestur Jákup Justinussen Dávid í Lág Pauli Reinert Hansen Magni Huusgaard Høgni Klakkstein Jens Súni Hansen Terje Johannesen Ólavur Olsen Eirikur Skála Elsa Maria Dam. Hetta er millum annað tað, sum nýggi public service sáttmálin áleggur Kringvarpinum at gera meira við komandi fýra árini, sigur Dia Midjord, stjóri í Kringvarpinum. Mentamálaráðið og Kringvarpið skrivaðu undir public service sáttmálan hósdagin. Hann kemur í gildi tann 1.januar og er galdandi í fýra ár. Í november var árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið 2,5 prosent tað svarar til 707 fólk. Hetta er lægsta arbeiðsloysið higartil í ár. Tað skrivar Hagstovan á heimasíðuni. Fyri tveimum árum síðani vóru 200 fleiri kvinnur arbeiðsleysar enn menn. Fyri einum ári síðani var munurin komin niður í 80 kvinnur fleiri enn menn, og nú er munurin bara 35. Tey ungu ringast fyri Arbeiðsloysið er størst í aldursbólkinum 25 34 ár, har er tað 3,9 prosent. Í sama aldursbólki er eisini nógv størsti munur millum kynini, tí arbeiðsloysið hjá kvinnum 25 34 ár er dupult so stórt sum hjá monnum. Ísraelska orkufelagið Delek Group hevur keypt góð 13 prosent av partabrøvunum í Faroe Petroleum fyri slakar 43 milliónir pund, góðar 370 milliónir krónur. Delek Group hevur keypt øll partabrøvini hjá Dana Petroleum í Aberdeen, 48 milliónir partabrøv í Faroe Petroleum, so hvørt partabrævið kostar 7,76 krónur Á politistøðini í Havn hava tey longu fingið fleiri fráboðanir um stormskaðar. Flestu skaðarnir higartil eru í Suðuroy og í Suðurstreymi. Á Velbastað var eitt neyst farið av vindinum. Politiið mælir fólki til at nýta vanligt vit og skil og at halda seg innandura. Vit skulu ikki vænta, at hetta illveðrið hasar av fyrr enn seinnapartin í morgin, annan jóladag, sigur Hanus Kjølbro, sum er veðurkønur . Løgreglan ávarar nú fólk um ikki at koyra eftir Kaldbaksvegnum í løtuni. Veðrið er ikki til tað í løtuni. Løgrglan skrivar Á Kaldbaksvegnum er í løtuni sera harðført har er sera nógvur vindur, ógvuslig glaðustrok og ringt at koyra orsakað av nógvum sjóroki og smásteinum sum fýkur eftir vegnum. Vit fráráðað at koyra har í løtuni. Nógvar fráboðanir Á 112 alarmsentralinum og vaktsentralinum hava tey fingið og fáa allatíðina nógvar skaðafráboðaninr og í skrivandi løtu er vindmegin 71 metur sekund á Noðradalsskarði, 40 metur sekund á Velbastaðhálsi, 48 metur sekund á Sandsvágshálsi og 52 metur sekund á Høgareyni. Til ber at kunna seg um veðurstøðuna við at fara á heimasíðuna hjá Landsverk Tað var høvuðsniðurstøðan hjá Jóhan Dahl og John Johannesen, sum báðir hava verið løgtingsmenn og landsstýrismenn, tá teir í sendingini Radaranum umrøddu gongdina í føroyskum politikki. Nógv fýkur í vindinum og í myrkri sæst tað ikki. Á Kambsdali er bygningurin hjá K J Hydraulikki farin út á vegin, og takið á Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík er farið av. Á Vestara armi á Skálafjørinum stenidir eisini illa til. Eitt seyðahús stendir til at fara í lufta inni á Glyvrum, og Vilhem Olsen innsatsleiðari mælir øllum til at halda seg innandura. Jón Klein Olsen varapoliti inspektørur mælir sum heild fólki um alt landi at halda seg innandura, tí nógv tilfar flýgur í luftini eftir skaðarnar lítla jólaaftan. Tey, sum noyðast at vera úti i ódnini fyri at royna at bjarga tí, sum hevur fingið skaða, undrast á, at onnur ikki halda seg innandura. George Michael stovnaði Wham í 1981, saman við Andrew Ridgeley. Wham gavst í 1986. Síðan hevur Michael spælt nógv einsamallur og givið nógvar fløgur út. 23. mai 2016 var Fagnaðarløta í Ebenezer í sambandi við Jens Guttesen 100 ár . Felagssangur, kórsangur, sersangur, barnasangur og tónleikur. Urga, klaver, strúkarar og blásarar. Kór og orkesturleiðari Jens Chr. Guttesen. Frásøgn og hugleiðingar Alexander Samuelsen, Øssur Berghamar og Zacharias Zachariassen. Frits Johannesen kennir seg sum fuglfirðing við stóra F. Tað er við bygdini sum karmi, at hann støðugt hevur ment seg sum listamann og kórleiðara. Í sendingini hoyra vit Frits greiða frá um uppvøkstur og árunum sum lærari. Somuleiðis uppliva vit hann sum kórleiðara og listamann. Alla tíðina í samljóði við bygdina, og í einum orðaskifti um hvørjar ríkar møguleikar, ið bygdarlívið rúmar. Tað skrásetti vindmátarin hjá Landsverki á Norðradalsskarði klokkan 6 08 í morgun, sambært veðurdátum, stovnurin hevur á heimasíðuni . Nógvur vindur er eisini skrásettur aðrastaðni í landinum. Við Laksá í Oyndarfirði varð vindferðin í gjárkvøldið klokkan 21 27 72,0 metur sekund í hvirlunum. Síðsta samdøgrið eru hvirlur strangari enn 50 metur sekund mátaðar á Viðareiðisvegnum, Gjáarskarði, í Skopun og Porkeri sambært hagtølunum. Rivnar tekjur, bilar á flogi, brotin vindeygu og skræddir húsaklædningar. Skaðarnir í kjalarvørrinum á jólaódnini eru nógvir og umfatandi um alt landið. Hevur tú sæð okkurt, vit eiga at vísa okkara lesarum á kvf.fo Send okkum so myndir og upptøkur sum boð á facebooksíðuni hjá KvF. Telefonin hevur gingið heit á Alarmsentralinum í Havn, har fólk hava tikið ímóti ringastu skaðunum, jólaódnin hevur elvt til um alt landið síðsta samdøgrið. Vit hava fingið umleið 350 fráboðanir um skaðar, segði Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur, við í samrøðu við útvarpið klokkan 10 í morgun. Men talið skal kortini takast við fyrivarni. Løgreglan fær vanliga bara at vita um mest átrokandi skaðarnar. Tryggingarfeløgini fáa vanliga nógv fleiri fráboðanir. Jólaódnin hevur elvt til skaðar um alt landið, men hetta síðsta samdøgrið eru tað serliga tvey øki í landinum, sum tykjast at vera rakt harðari enn onnur. Tað eru Eysturoyggin og Norðoyggjar, serliga Klaksvík, sum eru harðast raktar síðsta samdøgrið, segði Jón Klein Olsen við útvarpið fyri løtu síðani. Annars hevur Alarmsentralurin á Politistøðini í Havn fingið fráboðanir um tekjur, húsaklædningar, garðar og bilar, sum hava fingið skaða, og skip hava slitið. Brian Jensen í Kollafirði var helst ikki í iva um, at tað var nógvur vindur, tá hann gjørdi upptøkuna niðanfyri, tá jólaódnin herjaði um vikuskiftið. Men, at tað var so nógvur vindur, at hvirlurnar tóku ein bil á sjógv, kom heldur óvart á, sum tað eisini hoyrist í upptøkuni, hann hevur sent Kringvarpinum. Nú fór bilurin. Hvat skal eg gera Oy Jesus, oy Jesus, oy Jesus hoyrist frá eini ungari kvinnu, sum var í húsunum, har upptøkan her varð gjørd tá jólaódnin herjaði. Hevur tú eisini upptøkur frá jólaódnini. Send tær til okkum í einum boðum á facebooksíðuni hjá Kringvarpinum, her tú eisini sært fleiri upptøkur. Ein maður í Kalsoynni hevði ikki gjørt sær tær stóru vónirnar, at sæð ein av sínum seyðahundum aftur, eftir ein túr í heyst, tá teir vóru í haganum og hegndu. Í morgun, tríggjar mánaðir eftir at hundurin Døgg datt oman, og flest øll helst høvdu avskrivað seyðahundin, er hann nú komin afturíaftur í øllum góðum. Hundurin var vekk sjálvt um væl varð leitað. Í morgun var hundurin aftur í Mikladali, skrivar Jógvan Johannessen í Kalsoynni, ið hevur lagt myndina á Facebook. Fólk høvdu ongar vónir um, at tey skuldu síggja hundin á lívi aftur. Bakkin, har hundurin datt oman, er høgur, og fallið var ógvusligt, sigur Jógvan Johannessen. Hóast hundurin er komin aftur í øllum góðum, eru nógvir ósvaraðir spurningar um, hvar og hvussu hundurin hevur klárað seg sjálvur hesar tríggjar mánaðirnar. Fleiri myndir verða lagdar afturat myndasavninum seinni. Vitja tí vinarligast aftur, vilt tú síggja enn fleiri myndir, lesarar tóku, frá jólaódnini. Hevur tú onkrar myndir ella upptøkur, vit kunnu brúka Send tær til okkum ella í einum boðum á facebooksíðuni hjá Kringvarpinum. Norðari kupilin á Sornfelli er farin um koll í ódnarveðrinum, sum hevur herjað á jólum. Talan er um tann kupilin, sum radarin stendur inni í. Fólk frá Landsverki eru í dag farin niðan á Sornfelli fyri at kanna málið, og tey kundu fyri løtu síðani staðfesta, at norðari kupilin er farin. Tvær ferðir síðani tollaksmessudag eru alarmarnir í kuplunum farnir í gongd. Fyrru ferð var talan um tekniskan alarm, seinni ferð fór brandalarmurin í gongd. Men vánaliga veðrið hevur gjørt tað ógjørligt at fara niðan í kuplarnar fyrr enn í dag. Bogi Vinther, leiðari fyri bygnings viðlíkahaldið hjá Landsverki, er í løtuni staddur á Sornfelli. Hann hevði ikki stundir at tosa við útvarpið klokkan 14, men segði seg bara kunna staðfesta, at norðari kupilin er koppaður og radarin inni í kuplinum eisini hevur fingið skaða. 23. mai 2016 var Fagnaðarløta í Ebenezer í sambandi við Jens Guttesen 100 ár . Felagssangur, kórsangur, sersangur, barnasangur og tónleikur. Urga, klaver, strúkarar og blásarar. Kór og orkesturleiðari Jens Chr. Guttesen. Frásøgn og hugleiðingar Alexander Samuelsen, Øssur Berghamar og Zacharias Zachariassen. Fyritøkan KJ Hydraulik á Kambsdali er hart rakt av ódnarveðrinum. Goymslubygningurin er at kalla allur farin, og nógv av goymsluni við. Talan er um stóra bygningin, har Havnar Timburhandil helt til í nógv ár. KJ Hydraulik keypti bygningin og fyritøkan var fyri stuttum liðug at innrætta hann til sín tørv. Men nú er lítið gott eftir av goymslubygninginum hjá fyritøkuni á Kambsdali. Bygningurin er mest sum allur burtur eftir jólaódnina, sum elvdi til stórar skaðar kring landið. Tr ldrift í Tromsø keypti Fríðborg, sum nú eitur Polarstar. P F Fríðborg eigur framvegis í skipinum, hóast tað er selt til Noregs. Útlendsk reiðarí hava kært norsku avgerðina um at nokta teimum at royna eftir krabba til eftirlitsstovnin hjá EFTA, sum eitur ESA. Svarti kassin á russiska flogfarinum, sum datt niður í Svartahavinum jóladag, er funnin og fingin upp, sigur ein kelda við tíðindastovuna Tass. Russisku mynduleikarnir hava steðgað allari flúgving við TU 154 flogførum, til greiða er fingin á, hví flogfarið datt niður, skrivar tíðindastovan Interfax. Hetta merkir, at ein samstarvsavtala verður gjørd millum føroyskar og danskar myndugleikar, soleiðis at danskir myndugleikar røkja uppgávur fyri føroyskar myndugleikar. Danski barna og almannamálaráðharrin avger úr hvørjum londum, børn kunnu ættleiðast til Føroya, og avger eisini, um ættleiðing skal steðgast úr ávísum londum. Ankestyrelsen skal góðkenna samstarvsfelagar hjá ættleiðingarfeløgum í einum landi, sum danski barna og almannamálaráðharrin hevur góðkent fyri Føroyar. Persónsrættur, húsfólkarættur og arvarættur skulu yvirtakast á ólavsøku 2018. Yvirtøkan er mett at kosta 10,3 milliónir krónur um árið. Kærunevndin í almanna og heilsumálum verður kærumyndugleiki á yvirtikna málsøkinum. Kærunevndin skal viðgera kærur um avgerðir hjá Familjufyrisitingini, sum verður skipað at umsita økið. Sum er hevur Ríkisumboðið málsøkið. Ríkisumboðið upplýsir, at í 2014 vóru 11 kærur um avgerðir hjá Ríkisumboðnum og í 2015 vóru 19 kærur. Landsstýrið heldur, at tá kærumálini eru so fá, er ráðiligt at leggja kærumálsviðgerðina á familjurættarliga økinum til verandi Kærunevnd í almanna og heilsumálum, heldur enn at seta eina nýggja kærunevnd. Landsstýrið væntar, at tey flestu, sum í dag arbeiða við familjurætti á Ríkisumboðnum, fara at arbeiða á føroysku Familjufyrisitingini eftir yvirtøkuna. 88 ára gamli Poul Vang úr Nólsoy var yngstur av fýra børnum hjá Jákupi og Ingu í Stuttholu. Pápin var úr Kálvhúsinum á Glyvrum og mamman úr Garði í Nólsoy. Smáligt var í tríatiárunum. Tey høvdu ikki kúgv, men áttu seks gyllin, sum rukku til eina hálva kúgv. Poul var væl við bretskar hermenn, sum hildu til í Nólsoy, og lossaði damparar inni í Havn. Eftir kríggið var hann til skips og bestimaður við systkinabarninum Jákup Andriasi, sum førdi toftasluppina Columbus. Teir royndu undir Íslandi og í Grønlandi. Georgios Kyriacos Panayiotou, kendur sum George Michael, var í tematáttinum í Plátubarrini 2. jólakvøld. Hoyr alla vangamyndina her. Hóast nógvar royndir eru gjørdar at skipa samgongu eftir altingsvalið tann 29. oktober, er eingin stjórn skipað enn. Ongar formligar tingingar verða fyri ársskiftið, skrivar Morgunblaðið í dag. Men formaðurin í flokkinum Viðreisn, Benedikt Jóhannesson, sigur seg vænta, at forkvinnur og formenn í flokkunum tosa saman nú í vikuni. Í dag, fyrsta gerandisdagin eftir jól, fara telefonirnar hjá tryggingarfeløgunum ivaleyst at gløða. Eingin ivi er um, at skaðarnir eru nógv fleiri enn teir stívliga 600, politiið fekk fráboðan um. Veðrið er framvegis ringt summastaðni. Sambært Landverki eru upp í 35 metur sekund í hvirlunum á Heltnini á Oyndarfjarðarvegnum, 28 metur sekund í Norðradalsskarði og 29 metur sekund á Porkerishálsi í morgun. Norðdepil er ein av føroyusku bygdunum, sum komu eftir, at einahandilin varð avtikin í 1856 og bátsbandið í 1865, har hvør maður kundi eiga og manna sín bát. Jógvan Ravnsfjall, fornfrøðingur saman við Osvald Sivertsen, greiðir frá søguni og um Kópagarðar í Norðdepli, sum var næsta hvalastøð norðmenn bygdu í Føroyum. Fleiri gomul filmsbrot og myndir eru at síggja saman við sangi og táttum. Dagurin í dag verður eisini lýstur, hvat hendir og er í bygdini. Telefonirnar á Skaðadeildini á Tryggingarfelagnum Føroyum gløddu, tá starvsfólkini í morgun møttu at taka ímóti fráboðanum Fólk hava verið skjót at boða frá stormskaðum í morgun men mongu skaðarnir um jólini fara ikki at hava hægri tryggingargjøld við sær. Tað lovar Heðin D. Poulsen, deildarstjóri hjá Tryggingarfelagnum Føroyum. Poul Vang úr Nólsoy var álitismaður hjá Føroya Fiskimannafelag í Nólsoy. Hann var við í rokinum, tá stóra fiskimannaverkfallið var í 1954. Saman við Streiku Frederikki var hann úti í Tinganesi og tingaðist við landsstýrismannin Hákun Djurhuus í eini roynd at loysa knútin. Poul giftist í 1955 danskari gentu, sum var komin til Føroya at ferðast saman við eini nólsoyargentu. Hann var nú skipari á doktarabátinum Reyðakrossi, til tey í 1959 fluttu til Danmarkar. Har hevði Poul serlig álitisstørv fyrst á laboratoriinum og síðani á patologisku deild á sjúkrahúsinum í Glostrup. Hósdagin verður nevndin í Landsbankanum sett. Tey, sum skulu tilnevna fólk og varafólk í nevndina fingu freistina at koma við nøvnunum longda til í morgin. Tað sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum. Eitt tað fyrsta, sum nevndin skal gera, verður at lýsa eftir stjóra til Landsbankan. Sjey fólk vera í nevndini í Landsbankanum. Fakfeløgini skulu tilnevna eitt umboð, arbeiðsgevararnir eitt, kommunurnar eitt, Fróðskaparsetrið tvey, og landsstýrið skal velja tvey umboð í nevndina. Nevndin skipar seg sjálv. Landsbankanum stendur í boði at halda til í Fíggjartúni á Argjum, har sum Fíggjarmálaráðið var. Í bygninginum á Argjum er størsta vitanin á fíggjarøkinum. Tá Landsbankin verður stovnaður, verður Gjaldstovuráðið tikið av. Gjaldstovuráðið hevur virkað, síðani Landsbankin varð tikin av sum stovnur í 2012. Nýggjársaftan er leygardagin, tað vil siga um fýra dagar. Tí eru bara fáir dagar eftir til nýggja býráðið, sambært lógini, skal skipa seg. Útvarpið hevur roynt at fingið fatur á Heðini Mortensen, borgarstjóra í Havn, men tað eydnaðist ikki útvarpinum til tíðindasendingina á døgurða. Tað er langt síðani greitt, at Annika Olsen verður nýggjur borgarstjóri í Havn, tí Fólkaflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn hava gjørt avtalum um samgongu í Tórshavnar býráð næstu fýra árini. Tað verður enn einaferð staðfest, at tær íløgurnar, sum eru framdar í føroyska flogvinnu seinastu árini, saman við búskaparvøkstrinum, bera ávøkstur til frama fyri føroyska flogvinnu. Tað sigur Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága floghavn, nú tað er greitt, at Vága floghavn í 2016 fer at seta met í ferðafólkatalinum. Higartil í ár, nú fýra ferðadagar eru eftir í árinum, hava 289.316 ferðafólk brúkt Vága floghavn. Til samans 276.385 ferðafólk brúktu floghavnina í 2015, skrivar fae.fo Í meira enn ein mánað hava fimm av størstu grønlendsku trolarunum ligið við bryggju, tí eingin kvota er eftir, skrivar Sermitsiaq á heimasíðuni. Men longu í november vóru kvoturnar uppi, og tí hava fimm teir størstu verksmiðjutrolararnir ligið, síðani tá, stendur í tíðindaskrivi frá Grønlandsvinnu. Hetta heldur vinnufelagið er prógv um, at yvirkapasitetur er í fiskiflotanum. Henrik Leth, formaður í Grønlandsvinnu mælir til varsemi, so ikki enn fleiri skip koma í flotan. Tað vil hava við sær, at búskapurin í fiskivinnuni sum heild versnar og harvið vera arbeiðspláss og almennar inntøkur eisini mistar, sigur Henrik Leth við Sermitsiaq. Oljuprísurin hækkar spakuliga. Í dag verður ein tunna av olju úr Norðsjónum seld fyri slakar 66 dollarar. Tað er hægsti prísurin seinastu tvær vikurnar. Orsøkin til, at prísurin hækkar, er, at roknað verður við, at londini í OPEC og fleiri onnur oljulond, sum avtala er gjørd við, fara at minka søluna av olju á nýggjárinum. Í eini fráboðan til partabrævamarknaðirnar í dag, sigur BankNordik, og leiðslan metir yvirskotið í ár at fara at vera millum 165 og 180 milliónir krónur Fyrr hevur bankin mett yvirskotið til millum 175 og 200 milliónir krónur Orsøkin er, at BankNordik eigur tryggingarfelagið, Trygd, sum má rinda nógv fyri teir nógvu skaðarnar. Bankin leggur dent á, at tað enn ikki ber til at siga, hvussu nógv Trygd má rinda í endurgjaldi fyri nógvu skaðarnar. Hoyr samrøðuna við Árna Ellefsen, forstjóra í BankNordik. Kuplarnir hava áður fingið skaða av vindi og eru umvældir, men tað er kostnaðarmikið. Fyri 10 árum síðani kostaði hvør plátan í kuplinum 24.000 krónur at keypa, tær eru 352 til samans, og tá er uppseting ikki við í prísinum. Stilli í kjalarvørrinum á jólaódnini vardi ikki leingi. Í morgun eru fleiri leiðir hjá Strandfaraskipum Landsins avlýstar, tí so nógvur vindur er. Hesar bygdaleiðir koyra ikki í løtuni, nú tað aftur er ringt veður 200, 201, 202, 400, 401, 410, 440 og leið 700, skrivar Strandferðslan á heimasíðuni. Strandferðslan væntar, at vindurin fer at minka út á fyrrapartin, og sigur tí, at onkrar ferðaleiðir kanska verða tiknar upp aftur seinni í dag. Í einum garði í Leirvík koppaði eitt átta metra høgt granntræ tíðliga í morgun, men aðrar fráboðanir um skaða hevur politiið ikki fingið. Í Gjáarskarði fór vindurin upp í 50 metur sekund í morgun, og í Norðradalsskarði fór vindurin upp í 47 metur s. Hetta er vindferðin í hvirlunum. Mesti javni vindurin seinasta samdøgrið er eisini máldur í Norðradalsskarði, hann var góðar 35 metur s. Tá vindferðin fer upp um 33 metur sekund er ódn. Frá 26. mars næsta ár fáast ikki longur stig í EuroBonus skipanini, tá flogið verður við Atlantic Airways. Og ferðaseðlar kunnu ikki keypast frá føroyska flogfelagnum við EuroBonus stigum. SAS hevur sagt upp EuroBonus samstarvið við Atlantic Airways, boðar Atlantic Airways frá í tíðindaskrivi. Samstarvið byrjaði í 2000. Samstarvið steðgar 26. mars, sama dagin sum SAS fer at flúgva til Føroya. Tí er seinasti dagur, sum til ber at brúka EuroBonus stig við Atlantic Airways, tann 25. mars næsta ár. Atlantic Airways ætlar at stovna sína egnu skipan aftur. Í februar í fjør kunngjørdi Atlantis Airways annars, at felagið styrkti samstarvið við EuroBonus og samstundis varð Súluskipanin hjá Atlantic Airways strikað. Fyrr enn fríggjadagin verður tað ikki, sigur Heðin Mortesen, borgarstjóri, við in.fo . Heðin Mortensen er fyrst valdur í Tórshavnar býráð. Tí er tað Heðin Mortensen, ið skal kalla nýggja býráðið í Havn saman. Fundarskrá er send út fyri fundin, men enn er ongin dagur settur á. Helgi Abrahamsen spurdi um forðingar, sum framvegis gera tað trupult ella ómøguligt hjá fólki at virka tvørtur um norðurlendsku landamørkini. Ein føroyskur marknaforðingarbólkur er settur við umboðum frá ymsum myndugleikum. Bólkurin skal finna og eyðmerkja forðingar, sum skulu viðgerast. Rundskrivið um lógarsmíð frá 2000 er víðkað soleiðis, at ávirkan á hini Norðurlondini eisini er vorðin partur av arbeiðinum at eftirkanna lógarupp skot, sum verða løgd fyri Løgtingið. Serliga skal ansast eftir í lógaruppskotum um arbeiðsmarknað, útbúgving og sosiala økið, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í norðurlendskum samstarvi. Kitty May Ellefsen er ein kvinna, sum altíð hevur havt nógva ferð á. Útbúgving, arbeiði, familja og vinir. Men so við og við varð hon alt meiri strongd og hevði torført við at sovna. Hjartað dukaði og leikaði í, so hon royndi at drekka eitt glas, áðrenn hon fór til songar. Men skjótt varð eina glasið til tvær fløskur, og hon varð bundin av alkoholi. Og tá fór alt sína skeivu gongd. Ikki fyrr enn Kitty May viðgekk fyri sær sjálvari, at hon var alkoholikari, byrjaði at ljósna. Góða ráðið, at fara at renna hvønn dag, gevur henni frið og ró og fyllir hana við takksemi, so hon nú kann liva sum ein fræls kvinna. Talan verður ikki um rutuflúgving, men um sonevnda charter ella leiguflúgving, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn við útvarpið. Ein estisk ferðaskrivastova hevur fingið túrarnar í lag, men enn vil Jákup Sverri Kass ikki siga, hvat flogfelag skal røkja flúgvingina. Estiska felagið var royndartúr í Føroyum herfyri, og tá gekk alt sum tað skuldi, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága floghavn, við útvarpið. Gudstænastan verður skipað soleiðis, at Sonja Klein tekur sær av tí rituella og so skal Rógvi Dam frambera boðskapin í prædikuni á ein festligan hátt, so hetta verður bæði fyri stór og smá, siga tey bæði í samrøðu í morgunsendingini. Hann hevur verið á konsetferð bæði í Russlandi og USA, og fyri stuttum er avtala fingin í lag um at brúka hansara tónleik í filmi. Eitt petti av rimaverkinum á brúnna um Sandá, millum Havnina og Argir, er loysnaður, og sløkkiliðið fór oman at tryggja rimaverkið. Á landsvegnum við Lamba var hegn fokið á vegin, og Landsverk skuldi taka tað upp. Partar av eini tekju á einum úthúsi í Kollafirði var loysnað í morgun. Vit hoyra ævintýrið Vetil kongssonur, sum Súsanna Tórgarð lesur og Hallur Thomsen ger ljóðmyndina. Ævintýrið er úr bókini Einaferð var tað. Jakob Jakobsen savnaði saman. Lydia Didriksen endursegði. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2014. Vit hoyra 1. part av ævintýrinum Krákudóttir og Kalsdóttir. Marita Dalsgaard lesur og Høgni Fagraberg ger ljóðmyndina. Ævintýrið er úr bókini Einaferð var tað. Jakob Jakobsen savnaði saman. Oddfríður Marni Rasmussen endursegði. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2014. Vit hoyra 2. part av ævintýrinum Krákudóttir og Kalsdóttir. Marita Dalsgaard lesur og Høgni Fagraberg ger ljóðmyndina. Ævintýrið er úr bókini Einaferð var tað. Jakob Jakobsen savnaði saman. Oddfríður Marni Rasmussen endursegði. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2014. Vit hoyra ævintýrið Krússapotturin. Páll Danielsen lesur og Høgni Fagraberg ger ljóðmyndina. Ævintýrið er úr bókini Einaferð var tað. Jakob Jakobsen savnaði saman. Arnbjørn Ó. Dalsgarð endursegði og Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2014. Skráin er farin út, og vit hava ikki bestemmað okkum enn, men eg vænti, tað verður fríggjadagin. Vit skulu avgreiða nøkur ting áðrenn. Heðin Mortensen, borgarstjóri, er fyrstvaldur í Tórshavnar býráð. Tí er tað hann, ið skal kalla býráðið saman, so tað kann skipa seg. Annika Olsen tekur við, sum borgarstjóri í Havn á nýggjárinum, tí Fólkaflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn hava gjørt av at skipa samgongu í Tórhavnar býráð. Øll 92 fólkini umborð lótu lív í vanlukkuni, sum hendi í Svarthavinum, nær býnum Sochi í útsynningspartinum í Russlandi, haðani flogfarið júst var farið avstað. Bjargingarlið hava nú funnið svarta kassan. Á upptøkunum hoyrist flogskiparin siga, at trupulleikar eru við flapsunum. Løtu seinni boðar flogskiparin frá, at flogfarið dettur niður. Helst var eitt tekniskt brek atvold til vanlukkuna, søgdu myndugleikarnir. Tann illgrunin er staðfestur eftir at svarti kassin er komin undan kavi. Skipið er 69 metrar langt, 15 metrar breitt og lastar góð 2500 tons brutto. Umframt nýggja skipið, fevnir Framherji um nótaskipini Fagraberg og Høgaberg og flakatrolaran Akraberg. Nýggja skipið kemur í flotan fyri Høgaberg, og keypsprísurin er um 200 milliónir krónur. Torbas kemur til Føroya fyrst í januar, skrivar jn.fo . Býráðið í Fuglafirði skal kanna, um tað kann lata Havsbrún endurgjald fyri tunlar, sum kommunan hálva vegna noyddi Havsbrún at gera, tí kommunan seldi øðrum tunlarnar, sum Havsbrún leigaði frá kommununi. Báðir partar bíða eftir, hvat løgfrøðin sigur um endurgjald fyri mistu tunlarnar. Fyri at geva Havsbrún eitt slag av endurgjaldi lækkaði býráðið vørugjaldið. Tríggjar dagar seinni var býráðsfundur í Fuglafirði. Har vóru nógv uppskot, bæði frá nevndum býráðsins og frá Sigurdi Simonsen, býráðslimi. Tá fundurin var liðugur, hevði býráðið avgjørt at kanna, um býráðið kann lata Havsbrún endurgjald, tí Havsbrún ikki kann brúka tunlarnar, sum kommunan hevur selt øðrum, tí Havsbún leigaði tunlarnar til ávikavist 2024 og 2030. Tað ber tó neyvan til sambært kommunustýrislógini, tí kommunur kunnu ikki stuðla vinnulívinum við pengum. Havsbrún hevur tó gjørt tveir nýggjar goymslutunlar. Fuglafjarðar kommuna keypti grótið frá Havsbrún, 119.000 rúmmetrar fyri 13,1 millión, fyri 109 krónur rúmmeturin. Hetta hevur Innlendismálaráðið góðkent. Býráðið samtykti eisini at lækka vørugjaldið tíggju prosent, niður í 0,675 prosent av virðinum á tí fiski, sum verður landaður í Fuglafirði. Tá kommunan avgjørdi at selja Bergfrosti tunlarnar, sum Havsbrún leigaði, skuldi kommunan gera tveir aðrar tunlar til Havsbrún. Tí Havsbrún hevði leigusáttmálar langt fram í tíðina. Tað helt Havsbrún var ein góð loysn, tí Havsbrún hevði ikki skil fyri at gera tunlar. Tað hevði kommunan, og tí var tað skilagott, at kommunan gjørdi tunlarnar. Men kommunan slapp ikki at bora fyri landsstýrinum. Tí noyddist Havsbrún at gera tunlarnar. Teir kostaðu meira enn upprunaliga ætlað, tí serkunnleikin segði, at tunnilsloftini skuldu tryggjast við betongi. Tunlarnir kostaðu tí nakrar milliónir krónur meira. Men teir eru eisini, sum skilst, tað betri, og tí ber ikki til at siga, at teir gjørdust dýrari. Týska løgreglan sigur seg hava tikið ein mann, sum er undir illgruna fyri at hava havt ein fingur við í spælinum, tá álop varð framt í Berlin fyri jól. Talan er um ein 40 ára gamlan mann úr Tunis, men tað er ikki greitt, hvat tilknýti hann hevði til álopsmannin, 24 ára gamla, Anis Amri, sum eisini var úr Tunis, skriva týskir miðlar. Amri rændi ein stóran lastbil frá einum 37 ára gomlum førara úr Pólland, sum hann gjørdi av við. Síðani koyrdi hann inn í eina mannamúgvu á einum jólatorgi í Berlin. Klaksvíkar Dansifelag kvøður rúgvin Espalín, Leivur Jacobsen skipar. Óli Reinert á Geilini skipar Dvørgamoy 1 á Kyndilsmessudansi á Eiði í 2016, Tøkum Lætt og Dansifelag Kaggans og Dansifelagið á Látrinum kvøða. Dansifelagi í Havn kvøður Jeg lagde mit hoved ved en elverhøj, Ingibjørg í Hoyvík skipar. Marjun Berg skipar Silvurlín í Dansifelag Kaggans. Sumbingar kvæða 3. tátt í Sniálvsrímu, Trúgvi Thomsen skipar. Dánjal Pauli Danielsen skipar Galta tátt Tostan jall í Geyta Áslakssyni á Velbastað, og Katrina Hansen skipar Norsku løvu við Eysturoyar dansifelag. Fyrst í sekstiárrunum tók Útvarp Føroya upp nakrar vísur og nøkur kvæði í hølunum á Bryggjubakka. Talan var um dansifólk í Havn og av bygd. Bjarni Mohr skipar Torkilsdøtur og Poul Eide skipar Blakman Konge. At enda skipar Hákun Jacobsen Gráa tátt í Dansifelagnum í Havn. Heðin Brú yrkti táttin um stríðið, sum tók seg upp, tá løgtingið broytti jarðarlóggávuna í tríatiárunum, og Sjálvstýrisflokkurin fór í tvey, tí bøndurinir vórðu misnøgdir um millum annað traðarlógina. Eg veit ikki, hví hann skrivaði til mín, sigur Aimi Helbo, sum í fyrstuni hevði ilt við at trúgva, at talan veruliga var um fótbóltsstjørnuna Hon er ikki borgarstjóri enn. Býráðið skal samtykkja tað, og tað eri eg, sum kalli inn, og tað kann taka ein mánaða ella meira enn tað Tøkum lætt og Dansifelag Kaggans kvøða Selamons rímu, Jóna Múller skipar. Jónleif Johannesen skipar Sigmundur og Tróndur í Klaksvíkar Dansifelag. Leikum Fagurt kvøður Kong Sverke, Eyðun Mohr Viderø skipar. Og Jógvan Joensen Højsted skipar Ribolt han var en grevesøn í Dansifelagnum í Havn. Tað er lítil áhugi fyri grótinum úr Eysturoyartunlinum Steymoyarmegin, sigur Henrik Old, landstýrismaður í samferðslumálum. Tunnilsfelagið fer at brúka nakað av tilfarinum til at gera íbindinarveg, men annars er eingin ítøkilig avtala um, hvør skal hava grótið, og talan er um at finna eitt stað at goyma tað, sigur landsstýrismaðurin. Føroyar hava ongan sentralan tilbúgvingarsamskipara at standa fyri eini felags tilbúgvingarætlan fyri landið, tá ið ódnarveður, vanlukkur ella skaðahendingar raka. Ódnirnar um jólini settu Føroyar í eitt slag av undantaksstøðu. Løgreglan mælti fólki frá at fara út, Strandferðslan var óvirkin og Føroya Tele skerdi netferðina fyri at spara streym. Kringvarpið sendi í úrtíð fyri millum annað fyri at kunna frá SEV um nær fólk fingu ljósið aftur, frá Landsverki um veðrið og fyri at frætta, hvussu átøk hjá bjargingarliðum um landið eydnaðust. Í longri tíð hava almennu Føroyar ongan tilbúgvingarstjóra havt, sum tekur sær av at samskipa tilbúgvingarætlanirnar millum stovnar og øki í landinum. Vørn hevur havt tilbúgvingarsamskipara í starvi, men eftir at hann gavst er eingin komin í staðin. Játtanin hjá stovninum hevur ikki rokkið til at seta nýggjan samskipara til tilbúgvingina fyri Føroyar. Tað sigur Elmar Højgaard, stjóri á Vørn. Sostatt er í dag eingin, sum kann taka saman um ella siga, hvussu tilbúgvingin í sambandi við jólaódnirnar eydnaðist. Elmar Højgaard vísir harafturat á, at tilbúgvingarsamskiparin hoyrir ikki heim undir Vørn, tí Vørn er virkin partur í tilbúgvingini fyri Føroyar, og ein tilbúgvingarstjóri eigur at vera óheftur av einum ávísum stovni. Málsøkið tilbúgving er undir Fiskimálaráðnum. Har sigur Rógvi Reinert, aðalstjóri, at fyrst í næsta ári fer ráðið sjálvt at søkja eftir einum tilbúgvingarsamskipara, sum skal syrgja fyri, at Føroyar í friðartíð, sum hann málber seg, altíð hava eina dagførda og greiða tilbúgvingarætlan at seta í verk. Pengar eru settir av á fíggjarlógini fyri 2017, so til ber at seta ein samskipara í starv í Fiskimálaráðnum, sigur Rógvi Reinert. Á sjógvi hevur MRCC ábyrgd av, at tilbúgvingarætlanir verða útintar og á landi er tað løgreglan, ið hevur ábygdina. George Michael gjørdist fyrst kendur sum sangari í duo ini Wham, ið hittaði stórt miðskeiðis í áttatiárunum, men hann fekk seinni eisini eina stóra yrkisleið sum solistur. Nú so lítið er at gera í frálandavinnuni, hava føroysk reiðarí, sum eiga frálandaskip, spurt Skipara og navigatørfelagið, um ikki ber til at lækka hýrurnar. Men felagið sigur kortanei. Vit gjørdu eina tvey ára semju um sáttmálan, og vit vilja ikki broyta semjuna. Tí varð eingin broyting í lønarviðurskiftunum, sigur formaðurin í Skipara og navigatørfelagnum, Annfinnur Garðalíð, í ársfrágreiðingini á aðalfundinum í gjár. Annfinnur Garðalíð viðger støðuna í norsku frálandavinnuni, har hálvtannað hundrað skip eru løgd higartil. Tað er ein fjórðingur av norska frálandaflotanum. Tá dagsprísurin fyri at leiga eitt fralandaskip er lækkaður úr 1,5 milliónum krónum niður í 50.000 krónur, so er greitt, at reiðarin ikki hevur nokk fyri manningarpart, sigur formaðurin í Skipara og navigatørfelagnum. Heðin Mortensen, løgtingsmaður, vil í grein 52 fyrispurningi hava at vita frá Henriki Old, landsstýrismanni, hvørjar ætlanir hann hevur um tiltøk, ið kunnu avmarka nýtsluna av píkadekkum. Royndir vísa, at píkadekkini slíta vegirnar nógv meir enn onnnur dekk, og tað elvir til skaða, bæði á fólk og náttúru, vísir Heðin Mortensen, tingmaður, millum annað á. Heðin Mortensen vísir á, at píkadekk ikki eru loyvd í Týsklandi, hóast miðalhitin kaldasta mánaðin í Hamburg er 0,4 stig. Í Havn er miðalhitin 3,4 stig kaldasta mánaðin. Í Noreg kostar tað at koyra við píkadekkum, í størstu býunum 450 krónur um mánaðin. Tað heldur Heðin Mortensen hevði verið ein gongd leið í Føroyum. Tað kundi avmarka nýtsluna av píkum. Og so kundi ein serskipan verið gjørd fyri tey vegastrekkini har píkar enn eru neyðugir, heldur Heðin Mortensen. Flestu flóttafólkini eru farin aftur til vestara part av Balkan, skrivar týska dagblaðið á heimasíðuni hjá blaðnum. Í ár hevur Týskland víst 25.000 tilflytarum av landinum. Sum heild hava fólk, sum koma úr vestara parti av Balkan, ikki rætt til uppihald í Týsklandi. Heimahjálparar og heimasjúkrarøktarfrøðingar komu úr Klaksvík, Hvalvík og Kollafirði til Havnar til arbeiðis, hóast veðrið leikaði í, sigur leiðarin Jóngerð Nielsen, sum sjálv mátti koyra úr Vestmanna til Havnar til arbeiðis. Tað er gott at vita, at tað eru ábyrgdarfull fólk, sum starvast í heimatænastuni, leggur Jóngerð afturat. Latið er upp fyri tilmeldingunum til føroyska undanumfarið av Wacken Metal Battle 2017. Næsta ár verður tó steðgur, og í framtíðini verður kappingin í Føroyum annaðhvørt ár. Annar fyrilesturin eru um varandi orkukeldur visión Føroyar 2030 og tann triðji og seinasti, er um framtíðartankar hjá føroyskum ungdómi. Lau Blaxekjer, lærari á søgu og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum, heldur fyrilesturin um visiónina at gagnnýtan varandi orkukeldurnar í Føroyum. Og Firouz Gainin, lærari á søgu og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum, heldur fyrilestur um framtíðartankar hjá føroyskum ungdómi. Í hesu seinasti Jazzofonini millum jóla og nýggjárs spæla vit nýggjan tónleik og líta eitt sindur afturá við millum ørðum Joni Mitchell. Sera forkunnugt er tað at hoyra Pat Metheny og Chris Potter duo í nýggjari útgávu. Lagt til rættis Leivur Thomsen. Spanska løgreglan hevur handtikið tveir menn, sum eru undir illgruna fyri yvirgang, boðar spanska innanríkisráðið frá sambært tíðindastovuni Ritzau. Politikeldur siga, at veruligur vandi var fyri, at menninir skuldu fremja yvirgangsálop. Í íbúðini hjá monnunum varð hald lagt á vápnalóður og samskiftisútgerð. Men vit funnu ikki sjálv vápnini, siga keldurnar. Lóðrið er av sama slagi, sum varð brúkt til yvirgangsálopini í París og Brússel, skrivar RTVE í Spania. Síðani 2015 hava sponsku myndugleikarnir handtikið til samans 175, sum hava verið undir illgruna fyri at vera víðgongdir islamistar, skrivar Ritzau. Tað er við eitt sindur av bangilsi í búkinum, sigur Annika Olsen við Trónd, tá ið hon hugsar seg um, nú hon skal taka við, sum borgarstjóri í landsins størstu kommunu. Tróndur og Annika, tosa í hesi samrøðu um tíðina, beint eftir kommunuvalið, hvussu Annika kendi tað, at verða rópt ísprinsessan og naknar keipumyndir vóru teknaðar av henni. Samrøðan er gjørt til nýggjárssendingina í Kringvarpinum, men júst henda samrøðan, kann bert siggjast á netinum, tí í sjálvari sendingini fara tey bæði bilitúr runt í býnum. Føroyavinir hava sent bræv til íslendska forsetan, ráðharrarnar og altingsfólkini og biðið tey stuðla føroyingum við pengum, nú so nógvur skaði er hendur í Føroyum. Føroyingar hava so ofta stuðlað íslendingum við pengum eftir náttúruvanlukkur so sum eldgosið í Vestmannaoyggjunum og skalvalopini á Flateyri og í Súðavík. Tey, sum nú hava heitt á politisku myndugleikarnar í Íslandi, eru tey somu, sum í 2014 stovnaðu facebookbólkin Vit biðja um umbering eftir at føroyski trolarin Næraberg ongar tænastur ella hjalp fekk í havnini í Reykjavík. Nógvar viðmerkingar eru á Facebook um jólaveðrið í Føroyum. Mælt verður til at gera eina landsinnsavning í Íslandi til frama fyri føroyingar. Forlagið Sprotin gav út bókina í 2015, Edward Fuglø hevur gjørt kápumyndina til føroysku útgávuna. Sonja Kjølbro hevur staðið fyri umbótingini. Um ikki, so endursenda vit tey her saman við nøkrum av størstu løtunum, sum hava verið í brátt farna árið kryddrað við tónum frá Danny og The Veetos. Her er ein brellbiti av Árinum, ið fór, sum vit senda í nýggjársendingini nýggjársaftan klokkan 19 30 og góðar tríggjar tímar fram. Tað sigur flokkurin, sum metir útlitini fyri breiðu semjuni um fiskivinnunýskipan vera vónleysa. Ein breiða semja um fiskivinnunýskipanina er vónleys. Tí noktar Miðflokkurin nú at halda fram at samráðast við samgonguna uttan at flokkurin sjálvur sleppur upp í samgongusamstarvið. Bill Justinussen er tingmaður fyri Miðflokkin. Tað gevur ikki meining at krevja allan fiskin av Flemish Kap seldan á uppboðssølu í Føroyum. Tað sigur Felagið Línuskip, sum tí heitir á landsstýrismannin í fiskivinnumálum um at linka kravið um, at allur fiskurin skal til Føroya fyrst. Slepp kravinum, og lat línuskipini og føroysku virkini sjálvi finna útav, hvat loysir seg at virka í Føroyum, og hvat loysir seg best at selja aðrar vegir, sigur Hálvdan Gudmundson, formaður í Felagnum Línuskip Í ár høvdu línuskipini loyvi at fiska 2.336 tons og trolararnir 778 tons av toski á Flemish Kap. Nú línuskipini fáa alla kvotuna á Flemish Kap fyri 2017, fáa skipini stívliga 800 tons afturat. got er longu áveg yvir á Flemish Kap. Hini línuskipini loysa væntandi 1. ella 2. januar. Kreppan í frálandavinnuni trýstir hýrurnar hjá føroysku navigatørunum. Men sáttmálalønin skal hava frið, slær Skipara og navigatørfelagið fast Ískoytini, sum navigatørarnir fáa, fær felagið hjá teimum einki gjørt við. Men sáttmálalønin skal hava frið, sigur formaðurin í Skipara og navigatørfelagnum. Nú so lítið er at gera í frálandavinnuni, hevur føroyskt reiðarí, sum eigur frálandaskip, spurt felagið, um ikki ber til at lækka lønirnar. Men felagið sigur kortanei. Maðurin, ið varð handtikin í Týsklandi í gjár í samband við atsóknina í Berlin, er nú leyslatin aftur. Tað skrivar tiðindastovan hjá Ritzau. 40 ára gamli maðurin úr Tunis var undir illgruna fyri at hava havt samband við 24 ára gamla Anis Amri, ið er undir illgruna fyri at hava framt álopið. Yvirgangsmaðurin rændi ein lastbil frá einum bilførara úr Póllandi, sum hann gjørdi av við. Síðani koyrdi hann inn í eina mannamúgvu á einum jólatorgi í Berlin. Til samans 12 fólk lótu lív og 56 onnur vórðu løstað á jólatorginum í Berlin 19. desember, tá yvirgangsmaðurin koyrdi inn í mannamúgvuna við lastbilinum. Ein nýggj avtala um vápnahvíld er fingin í lag í Sýria. Tað váttar russkiski forsetin, Vladimir Putin, sambært tíðindastovuni, Associated Press. Avtalan um vápnahvíld í Sýria kemur í gildi á miðnátt sýriska tíð. Vápnahvíldin, sum varð sett í verk síðst í september, vardi bara í fimm dagar. Trý skjøl eru undirskrivað. Eitt um vápnahvíld, eitt um eftirlit við vápnahvíldini og ein yvirlýsing um viljan, at fara í gongd við friðarsamráðingar um eina politiska loysn. Russland og USA, sum í felag tóku stig til vápnahvíldina í september, løgdu tá eftir hvørjum øðrum, og Russland legði samgonguna, har Danmark eisini er partur, undir at stuðla IS. Sambært lógini, so er tað fyrstvaldi býráðslimur, ið kallar inn til fundar, og tað er Heðin Mortensen, sum fekk 2506 atkvøður á Javnaðarlistanum. Tað er ikki nóg trygt, at Boðanesheimið ikki hevur nakra skipan við neyðstreymi. Tað sigur trivnaðarstjórin hjá Tórshavnar Kommunu, sum ætlar at finna eina loysn. Tað sigur Óli Jacobsen, sum misti eftirlønina í trý ár afturfyri at vitna ímóti sínum gamla arbeiðsplássi. Nú er semja komin í lag millum partarnar. Bingjan var við at fara, og politiið stongdi tí landsvegin fyri at binda um heilan fingur. Løtu seinni fór helvtin av bingjuni út á vegin. Vegurin við Sandvíkarhjalla var opin aftur um ellivutíðina. Strandfaraskip landsins avlýstu eisini nógvar ferðir í gjárkvøldið fyri veður. Amerikanski forsetin, Barack Obama boðaði hóskvøldið frá, at 35 russiskir diplomatar hava fingið boð um at fara úr USA, og teir skulu vera farnir í seinasta lagi um 72 tímar. Orsøkin til avgerðina skal fyrst og fremst finnast í, at Rusland legði seg útí amerikanska forsetavalið ígjøgnum internetið, og sum helst var orsøkin til, at Donald Trump vann forsetavalið. Barack Obama boðaði samstundis frá, at ein frágreiðing um russisku framferðina í amerikanska forsetavalinum er um at vera liðug, og at hon verður løgd fyri kongressina. Amerikanskir miðlar skriva, at avgerðin um at vísa 35 russiskum diplomatum úr USA, er ógvusligasta avgerðin nakrantíð, og eitt tekin um at viðurskiftini ímillum USA og Rusland eru alt annað enn góð. Tað sigur ein talsmaður fyri Kreml. Hann vísir á, at tað verður russiski forsetin, Vladimir Putin, sum tekur endaligu avgerðina um tað. Sáttmálarnir, sum vórðu gjørdir í fjør, fara úr gildi 1. apríl næsta ár. Talan verður neyvan um tvey ára sáttmála næstu ferð, tí 1. januar 2018 skal fiskivinnunýskipanin koma í gildi. Tað verður neyvan greitt, tá manningarfeløgini og Reiðarafelagið fara at samráðast eftir nýggjár, hvør støðan hjá fiskivinnuni verður um eitt ár. Í ársfrágreiðingini hjá Fiskimannafelagnum sigur formaður felagsins, Jan Højgaard, at fiskivinnunýskipanin fer at broyta grundarlagið undir verandi sáttmálum fullkomiliga. Tað fer allarhelst at hava við sær, sigur Jan Højgaard, at bæði manningarfeløg og reiðarar vera í sínum góða rætti at siga sáttmálarnar upp 1. januar 2018. Tí er ógvuliga umráðandi, at sáttmálabygnaðurin verður endurskoðaður og dagførdur, so partarnir eru til reiðar til eina slíka støðu. Tað var eisini ein partur av seinastu sáttmálasemju, at partarnir alt fyri eitt skuldu fara undir hetta dagføringararbeiði, men tað er tíverri ikki hent, stendur í ársfrágreiðingini hjá Fiskimannafelagnum. Malan Johansen er sett í starv sum fyribils stjóri í Landsbankanum. Hon er deildarleiðari á Fígging Landsins, ið er deild á Gjaldstovuni, og fór at virka, tá Landsbankin helt uppat 1. apríl 2013. Nevndin í Landsbankanum skipar seg sjálv og nevndarlimirnir eru Zvonko Mrdalo, búskaparfrøðingur á Fróðskaparsetrinum, Elisabeth Eldevig, fiskivinnufrøðingur, og Kristoffur Laksá, stjórnmálafrøðingur. Í nevndini eru eisini Ninna Herdis Danielsen, búskaparfrøðingur og serkøn í váðameting, Edvard Heen, fíggjarfrøðingur og stjóri í Almannaverkinum, og Jan Otto Holm, fíggjar og íløguráðgevi. Kvinnulandsliðið í flogbólti hevur venjing í kvøld í sambandi við, at liðið hevur spælt seg í endaumfarið í EM kappingini fyri smátjóðir. Flogbóltssambandið skipaði í mai í ár fyri HM EM kapping í Føroyum, og tá vann føroyska landsliðið sær rætt at spæla við í endaumfarinum, sum verður í Luksemborg í 2017. Føroyar gjørdust nummar tvey aftanfyri Kypros, men frammanfyri Írland og Liktenstein. Venjararnir Jóhan Petur á Stongum og Kristian Mikkelsen hava úttikið hesar spælararnar til venjingina, sum verður á Giljanesi í kvøld Dráttur Anna Sunadóttir Petra Sunadóttir Barbara Herdalur Poulsen Betteeyð Ellingsgaard Fleyr Anja Sonnadóttir Danielsen Magnhild Jacobsen Jórun Elisdóttir Wang Anna Sára Leifsdóttir Skaalum Tóra Olsen Kristina Knudsen Esther Rasmussen KÍF Sóley Mørch Guðrun Simona Lindenskov Eyðrið E. Hansen Rannvá Dam Maria Hammer Matras Elisabeth Olsen Amager, Danmark Elsa Sandberg Nielsen Her er bøla og myrkt í Gjáargarði, sigur Tróndur Vatnhamar. Hann og Finnur Koba eru sera misnøgdir við, at teir eru sendir út á bygd, at gera innsløg til nýggjárssendingina. Teir ætlaðu at fara oman á Vaglið og í SMS at gera sjónvarp, men framleiðarin hevur sagt noy. Hann hevur peikað í nýggja Public Service sáttmálan, har tað stendur, at Kringvarp Føroya skal út um bøgarðarnar í Havn, Tað eru júst hesar greinar tryggja sjúklinginum røttu viðgerðina, metir Shahin Ga ni, serlækni. Í løtuni verður heilsulóggávan dagførd, men myndugleikarnir hava valt ikki at dagføra tann mest týdningarmikla partin nevniliga tann partin í donsku heilsulógini, sum ásetur, at ein fakligur og politiskt óheftur bólkur skal gera av, hvørjar viðgerðir skulu gerast, og hvar á føroysklu sjúkrahúsunum. Shahin Ga ni er serlækni og hann finst hvassliga at avgerðini um ikki at gera hesar broytingar, tá høvið er til tað. Tað hevur verið óvanliga nógv í ár. Tað var bara 22. desember, vit ikki hava fingið nakra skaðafráboðan síðstu dagarnar, sigur Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur. Telefonirnar á alarmsentralinum hava ikki verið kvirrar í ár tvørturímóti. Í øllum førum ikki tá talan hevur verið um skaðafráboðanir frá fólki, nú árið er liðugt. Løgreglan hevur í ár fingið til samans 835 skaðafráboðanir. Tað er væl meira enn tey síðstu árini, sigur Jón Klein Olsen, sum hevur kagað í hagtøl aftur til 2008. Síðstu tvær vikurnar hevur tað so at siga verið gerandiskostur, at løgreglan hevur fingið fráboðanir frá fólki, sum hava ringt og boðað frá skaðum í ringa veðrinum. Tað sæst eisini aftur í hagtølunum hjá løgregluni fyri 2016. Av teimum 835 skaðafráboðanunum, løgreglan hevur fingið í ár, er meginparturin fráboðaður í desember. Nógv tann størsti parturin av fráboðanunum í 2016 komu inn í desember. 87,3 prosent av øllum fráboðanum í ár komu í desember, sum tað sæst í grafikkinum omanfyri. Tá hugt verður nærri at desember mánað sæst eisini, at tað serliga vóru tríggjar dagar um jólini, at løgreglan í Føroyum fekk nógvar skaðafráboðanir frá fólki um landið. Bara teir tríggjar jóladagarnar tollaksmessudag, jólaaftan og jóladag fekk løgreglan í Føroyum til samans 590 fráboðanir, sum tað sæst í grafikkinum oman fyri her. Tað er ikki bara hjá løgregluni, at telefonirnar hava gingið heitar í kjalarvørrinum á jólaódnini og ringa veðrinum um høgtíðina. Tað hava telefonirnar eisini gjørt hjá tryggingarfeløgunum. Týsdagin, tá tey bæði tryggingarfeløgini høvdu svarað telefonunum allan dagin, høvdu Trygd og Tryggingarfelagið Føroyar skrásett umleið 1350 skaðar tilsamans. Lóggávan innan heilsuøkið er fløkt og okkurt verður umsitið í Danmark, meðan okkurt annað verður umsitið í Føroyum. Tískil hevur man ikki heimild til at taka grein 207, 8 og 9 við, nú danska heilsulógin skal í gildi í Føroyum, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum. Shahin Ga ni, serlækni, fanst í tíðindunum á middegi at landsstýriskvinnuni fyri ikki at seta lógargreinarnar, sum tryggja fakligan førleika og politiskt óheftni, tá avgerðir skulu takast um, hvørjar viðerðir skulu veitast, í gildi, og hvar tær skulu gerast í føroyska heilsuverkinum. 2016 var árið við nýskipanum nýskipanum áveg. Fiskivinnupolitikkurin hjá samgonguni varð gjørdur ítøkiligur í nýskipanarálitinum, sum nú verður telvað um politiskt. Fíggjarpolitiskt skiftu vit kós sitandi samgonga sigur seg vilja nakað heilt annað enn undanfarna. 2016 var eisini árið, tá løgtingið samtykti at loyva fólki av sama kyni at giftast borgarliga. Í summar hildu vit reisigildi á Glasi størsta, almenna byggiverkætlanin, sum framvegis elvir til høvuðbrýggj. Og eisini banka vit á búskaparbarometrið, her á gáttini til 2017. Mynd Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, kjakast við Jacob Vestergaard og Bjørn Kalsø , ávíkavist úr Fólka og Sambandsflokkinum, báðir fyrrverandi landsstýrismenn í fiskivinnumálum. Ein longri samrøða er við stjóran í Landsverk í nýggjárssendingini Árið ið fer, sum verður send í útvarpinum eftir tíðindini á middegi nýggjársaftan. Tað sigur Tordur Niclasen, leiðari á økistænastuni Roðanum í Eysturoynni, eftir at Boðanesheimið í Havn lá uttan streym í fleiri tímar á jólum. Játtanin til Mentanargrunn landsins verður 1,1 millión krónur hægri næsta ár. Pengarnir eru ætlaðir til eina nýggja starvsskipan, sum skal setast í verk fyri yrkislistafólk. Tað gjørdist úrslitið, tá atkvøðast skuldi um nýggjan borgarstjóra í Havn á býráðsfundinum fyri løtu síðani. Annika Olsen úr Fólkaflokkinum fekk 7 atkvøður, meðan Heðin Mortensen úr Javnaðarflokkinum fekk 6. Tað hevur leingi ligið í kortunum, at Havnin fór at fáa ein nýggja borgarstjóra, men til tað síðsta var spenningur um, hvørt stríðið um borgarstjórasessin í høvuðsstaðnum fekk eina vend. Men so bleiv ikki. Fyrrverandi løgmaður Kaj Leo Holm Johannesen letur á facebook ongan iva vera um, at hann heldur, at Barack Obama forseti er óbúgvin á altjóða pallinum. Hann skrivar soleiðis Vóni, at Trump fer at uppføra seg meira búgvið á altjóðapallinum enn sitandi forseti hevur gjørt, og so at útvísa 35 russiskar diplomatar, beint áðrenn stungið verður í sekkin, er bæði fjákut og óbúgvið. Vóni, at Trump broytir hesa avgerð beinanveg, og eri, red. samdur við Putin, tá hann sigur, at hann ikki vil fara niður á køksdiplomati og bíðar eftir, hvat Trump fer at gera. Báðir tinglimirnir úr Miðflokkinum, Jenis av Rana og Bill Justinussen, geva hesi útsøgnini hjá Kaj Leo Holm Johannesen sín stuðul á facebook. Afturímóti ódnunum í seinastuni verður nýggjársveðrið einki at tosa um, men hann veksur vindin í kvøld, og vit fáa eisini ælaveður, sigur Hanus Kjølbro Tikið verður samanum mentanarárið í Føroyum 2016. Vit skipa umrøðuna í fýra høvuðspartar. Bókmentir, filmslist, myndlist og leiklist. Tónlistin verður viðgjørd í aðrari sending. Átta fólk koma á gátt at meta um mentanarárið í Føroyum 2016. Bergur Djurhuus Hansen og Dorrit Hansen um bókmentir, Jan Berg Jørgensen og Pætur M. Dahl um filmslist, Jóhan Martin Christiansen, Ingi Joensen og Símun Gullaksen um myndlist, og Búi Dam um leiklist. 39 fólk eru dripin í einum álopi á turkiska náttklubbanum Reina nýggjársaftan. Tað váttar Suleyman Soylo, turkiskur innanríkisráðharri. Hetta verður skýrt at vera ein yvirgangsatsókn, skriva altjóða miðlar. Sambært eini turkiskari heimasíðu, hevur IS tikið ábyrgdina fyri álopið. 69 fólk eru send á sjúkrahúsið, harav eru fýra í lívsvanda. Tað er greitt, at 15 av teimum 39 dripnu vóru útlendingar á vitjan í Turkalandi. ERDOGAN FORDØMIR ÁLOPIÐ Vit fara at gera alt, vit kunnu, fyri at steðga yvirgangsbólkum na Reina KELDA AFP Álopið hendi beint eftir midnátt lokala tíð, tá eitt fólk ílatið í nissubúna skeyt ein løgreglumann uttan fyri náttklubbanum, siga myndugleikarnir í Turkalandi. Síðan drap yvirgangsmaðurin tilvildarligar gestir á náttklubbanum. Sambært turkiskum miðlum var yvirgangsmaðurin ílatin nissubúna. Ein kvinna, sum varð skotin í beinið, tá hon hátíðarhelt nýggjárið á einum náttklubba í Istanbul MYND REUTERS Myndugleikarnir Vit leita eftir yvirgangsmanninum Enn er yvirgangsmaðurin ikki funnin, og enn er óvist um fleiri vóru við í álopinum. Ein stór menniskjajagstran er sett í gongd. MYND AP EINI 600 FÓLK TIL STAÐAR Millum 500 og 600 fólk vóru til staðar, tá álopið fór fram í nátt. Náttklubburin liggur á evropeisku helvtini av býnum, og er ein av teimum best umtóktu barrunum í býnum. Yvir 17.000 løgreglufólk vóru til arbeiðis í býnum, tí ávaringar um møguligar yvirgangsatsóknir vóru sendar út longu fyri eini viku síðan. Nattklubben Reina NRK, MapBox, OpenStreetMap contributors HER HENDI TAÐ Tað var í býlinginum Ortakoy, at áloið hendi. Turkiskir miðlar sleppa ikki at umrøða álopið Turkiskir myndugleikar hava sett eitt fyribils forboð móti at gera tíðindasøgur um hendingina í nátt, tí tað kann skapa ótta millum fólk. Myndugleikarnir í Turkalandi meina, at júst tað at skapa ótta millum fólkið er málið hjá yvirgangsfólkunum. Heðin Mortensen hevur staðið fyri skotum í 2016. Hóast hann á býráðsvalinum í Tórshavnar kommunu fekk fleiri enn 2500 persónligar atkvøður, endaði árið við, at hann fór frá sum borgarstjóri. Vit fara aftur í tíð saman við Heðini Mortensen. Vit ferðast aftur í barna og ungdómsárini, vit nerta við hansara drúgvu politisku karrieru, og vit umrøða hansara byrjan og enda sum borgarstjóri. Eingin stórvegis skaði er hendur í nátt, tað siga løgreglustøðin, sløkkiliðstøðirnar og sjúkrahúsini, sum Kringvarpið hevur tosað við í dag. Eina ferð í nátt vóru boð send eftir eini tyrlu hjá politiinum, fortelur John Kruse, vakthavandi á løgreglustøðini. Tað var tá ein maður í Fugloynni fekk skaða í hendurnar av fýrverki. Men annars hevur tað verið serstakliga friðarligt hjá politinum kring landið. Og eisini í suðuroynni hevur tað gingið stilt fyri seg. Sløkkiliðsfólkini á Tvøroyri vórðu ikki boðsend eina ferð. Á sjúkrahúsinum í Suðuroynni hava tey havt fimm gestir. Ein hevði fingið skaða í eyguni, men ikki varandi mein. Bæði á sjúkrahúsinum í Klakvsík og í Havn hevur verið lítið og einki at gjørt. Og sløkkiliðið bæði støðini fingu frið. Bert ein lítil eldskaði stóð burturúr fýrverkinum í Havn í nátt. Nú skal umhvørvisgjald latast av bilum í staðin fyri vektgjald. Tað merkir, at minni ein bilur dálkar, minni skal landskassin hava frá bileigaranum. Sambært einum yvirliti, sum Løgtingið fekk saman við lógaruppskotinum, ber til at spara 2.600 krónur um árið við at keypa ávíst slag av bili. Sambært yvirlitinum gerast á leið líka nógvir persónbilar, sum brenna bensin, bíligari ella dýrari, nú lagt er um frá vektgjaldi til umhvørvisgjald. Men fleiri dieselbilar gerast bíligari í rakstri. Lógarbroytingin er bara galdandi fyri bilar, sum verða skrásettir eftir 1. januar í ár. Tað er blivið tryggari at flúgva. Tað vísa tøl frá týska Jet Airliner Crash Data Evaluation og Avatiation Network í Hollandi fyri 2016. Sambært týska stovnunum doyðu 321 fólk í flogferðslu í 2016. Hollendski stovnurin ger tølini upp øðrvísi, og sigur at 325 lótu lív í flogferðslu. Yvirgangsfelagsskapurin, Islamski statur, sigur í eini fráboðan, at tey stóðu fyri álopinum í náttklubbanum í Istanbul nýggjársnátt, har 39 fólk lótu lív og 70 vórðu løstað. Politiið í Turkalandi hevur sambært sjónvarpsstøðini Al Jazeera sagt, at gerningsmaðurin er 20 ára gamal og tosar hálvbrotið turkiskt. Greinin heldur fram niðanfyri. Tað er nú komið fram, at álopið vardi í sjey minuttir. Hesar minuttirnar bleiv skotið millum 170 og 180 ferðir. Gerningsmaðurin er framvegis ikki funnin og handtikin. Fyri umleið tveimum árum síðan sparkaðu tríggir dreingir bólt á vøllinum við skúlan á Fløtum á Frælsinum í Havn. Bólturin bleiv sparkaður upp um eina tekju á skúlanum, og tá dreingirnir fóru at leita, var eingin bóltur at finna. Nú, umleið tvey ár eftir hendingina, fær skúlin eina mynd sendandi úr Noregi, av einum dreingi, 8 ára gamla Atla Strøm Aaberg, sum stendur við sama bóltinum i fanginum. Hoyr samrøðuna við Jógvan Gøthe Magnusson, 6.b, Levi av Teiginum Jacobsen, 6.a og Óli Júst Horn, 6.a, sum ganga á skúlanum á Fløtum, á Frælsinum í Havn. Hvørki Føroyar ella Grønland eru nevnd í røðuni hjá forsætisráðharranum. Men tað er ikki óvanligt, at danskir forsætisráðharrar ikki tosa um ríkisfelagsskapin á nýggjárinum. Grønlendska kringvarpið, KNR, nevnir, at forsætisráðharrin nevndi eitt annað gamalt hjáland hjá Danmark, Vesturindia, har sum Danmark vann pening við at selja trælir, áðrenn oyggjarnar vórðu seldar fyri 100 árum síðani. Í sínari røðu í gjárkvøldið sendi grønlendski landsstýrisformaðurin, Kim Kielsen, eina heilsu til Løgtingið, landsstýrið, Fólkatingið, ríkisstjórnina og til fólkið í Føroyum og Danmark. Tá byggingin nærkast ella er farin í gongd, skal býráðið, sum tá er í Tórshavnar kommunu, avgera, hvussu nógvar pengar kommunan skal lata til nýggju kirkjuna á Argjum. Tað samtykti býráðið við sjey atkvøðum fríggjadagin, tá eykabýráðsfundur var. Býráðið í Tórshavnar kommunu, sum situr, tá kirkjan á Argjum verður bygd, skal avgera, um kommunan skal lata kirkjuni á Argjum pengar til byggilistaligu útsjóndina. Biðið verður um fimm milliónir krónur til klædning og tak og fýra milliónir krónur til uttanumøkið. Fyrisitingin hjá kommununi mælti í fyrsta umfari til at játta fimm milliónir til klædning og tak. Samanborið verður við Vesturkirkjuna, har kommunan rindaði fyri byggilistaligu útsjóndina, sum er kopartakið Býráðið hevði málið á skánni tann 15. desember, men tá fór tað aftur í Mentamálanevndina. Fyrisitingin hjá býráðnum skilir nú politiska viljan soleiðis, at Argja kirkja skal hava eina ikki bindandi ætlanarfráboðan um, at kommunan er sinnað at lata fígging til endamál, sum kommunan hevur veitt øðrum kirkjum í sambandi við byggilistaligu útsjóndina, tá byggingin á Argjum er aktuell. Býráðið, sum tá situr, tekur endaliga avgerð um møguliga játtan og fígging. Hetta tilmælið er ikki so avgjørt sum fyrra tilmælið hjá fyrisitingini. Í fyrra tilmælinum, sum Fíggjarnevndin tók undir við, varð tilsøgn givin um fimm milliónir krónur. Teir eru Sjálvstæðisflokkurin, Viðreisn og Bjørt framtíð. Hesir flokkar hava minsta møguliga meiriluta í Altinginum, teir hava 32 altingsfólk. Samstundis hava Framsóknarflokkurin og tey Vinstru grønu tosað saman um møguleikan hjá teimum báðum flokkunum at skipa stjórn saman við Sjálvstæðisflokkinum. Altingsval var 29. oktober. Tað plagdi ikki at taka so langa tíð at gera samgongu í Íslandi. Tá hendan vikan er komin í helvt, er hetta vorðin triðja longsta stjórnarkreppan í Íslandi. Silja Rógvadóttir er úr Vestmanna, hon er 26 ár og fór sum 19 ára gomul til USA at lesa. Í dag býr hon í Las Vegas, har og starvast sum ergoterapeutetur. Hóast umsitingin mælti frá, varð tað seinasta, sum fráfarna býráð í Tórshavnar kommunu gjørdi at játta 100.000 krónur til smáttuna hjá skótaliðinum hjá KFUM í Havnardali. KFUM søkti kommununa um triðingin av byggikostnaðinum, triðingin av einari millión og góðum 230.000 krónum. Trivnaðarstjórin og mentamálaleiðarin hjá kommununi mæltu frá at játta stuðulin. Sambært leiðreglunum um slíkan stuðul til íløgur skal søkjast um stuðulin, áðrenn arbeiðið byrjar. Smáttan í Havnardali er um at vera liðug. Hóast umsitingin mælti frá, so mæltu bæði Mentamálanevndin og Fíggjarnevndin hjá býráðnum til at játta KFUM 100.000 krónur. Tað samtykti býráðið einmælt á eykabýráðsfundinum fríggjadagin. Kringvarpið hevur í dag tosað við Tryggingarfelagið Føroyar og Trygd, sum siga, at skaðar eru fyri til samans 45 50 milliónir krónur. Tryggingarfelagið Føroyar hevur fingið 1.700 fráboðanir um skaðar. Heðin D. Poulsen deildarstjóri fyri skaðaøki sigur, at metingarnir higartil vísa, at skaðarnir kosta umleið góðar 30 milliónir krónur. Tað kann tó blíva meira umfatandi, sigur Heðin D. Poulsen hjá Tryggingarfelagnum Føroyum. Tað verður greitt, tá hugt er nærri at ymsum skaðum. Trygginarfelagið Trygd hevur fingið 700 fráboðanir um skaðar. Ella Mortensen, deildarleiðari fyri skaðatænastuna sigur, at tey meta, at skaði er gjørdur fyri umleið 15 20 milliónir krónur. Sostatt er talan til samans um skaðar fyri 45 50 milliónir krónur, siga fyribils metingarnar hjá teimum báðum tryggingarfeløgunum. Enn er tó ikki greitt, hvussu stóran part tey bæði tryggingarfeløgini eiga og fara at rinda sínum kundum. Tað vita tey seinni í mánaðinum. Tað halda bæði Sunleiv Højgaard, formaður í felagnum Sløkkiliðsleiðarar, og Liljan Weihe, tíðindaleiðari í Kringvarpinum, sum eisini er partur av tilbúgvingini fyri Føroyar. Men tey eftirlýsa bæði greiðari mannagongdir á tilbúgvingarøkinum. Tróndi dámar onki og er ikki serliga álvligur við at skjóta krysantemumbumbur, og tá ið tann eina hevði ilt við at lætta sær á, rópti Vatnhamar hjartkiptur HVAT SKER Seint í 1978 fingu vit hesa útgávu, sum framvegis rungar í útvarpsmiðlinum. Talan var um eina samtíðarlýsing, sæð við humanistisk kritiskum eygum, harav lagið um Kalla Kat er tað kendasta. Onnur evni, sum plátan trívir í, eru kvinnustøðan og táverandi føroyska studentaumhvørvið í Keypmannahavn. Vælferðarvísurnar eru mangan hátt serliga, millum annað, at dagsins ungdómur eisini hoyrir tær, og at í hvussu so eru onkur plátuevni framvegis eru viðkomandi. Í hesari nýggjárssending borðreiða vit við tónum, sum hóska seg til nýggjársdag. Tónar eftir millum annað Strauss eldra og yngra, John Williams, Edward Elgar og J. Clarke. Lagt til rættis Ólavur Olsen. Nógv jaligt er tengt at tí grøna , og tað er gott fyri fólaheilsuna, vísir øll gransking. Tað staðfestir Tróndur Leivsson, skógarfrøðingur, á túri saman við Jóhann Mortensen, útvarpsmanni, í jólavikuni. Fuglalívið er ríkt, lendið er fjølbroytt, og øktur vøkstur skapar lívd og møguleikar fyri hugna og útilívi. Um Sandá fekk ábøtur, kundi hon aftur verði ein góð sjósílaá. Uttan stórvegis arbeiði, kundi tað, sum seyrar frá gamla ruskdunganum, verði veitt burtur. Nýggj gøtuskipan í viðarlundini skapar møguleikan fyri einum fittligum túri eisini ein vetrardag. Apple selur munandi færri iPhone 7 fartelefonir enn fyritøkan annars hevði væntað, tá nýggjasta fartelefonin hjá fyritøkuni varð send í handlarnar. Neyðugt verður tí at minka iPhone 7 framleiðsluna við 10 prosentum fyrsta ársfjórðing í 2017, skrivar danska blaðið, finans.dk , á netinum. Partabrøvini í Apple fullu eitt umleið eitt prosentstig fríggjadagin tá tíðindini um minkandi søluna bórust. iPhone 7 kom í handlarnar 7. september. Ætlanin er at skipa fyri einum mentanartiltaki í februar, har sum virðislønin verður handað, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík. Í 2013 fekk Hanus G. Johansen, vísusangari, virðislønina, í 2014 Edward Fuglø, myndlistamaður, og nýggjársaftan í 2015 fekk Eyð Matras, leiklistakvinna, virðislønina. Forsetin skrivar í eini fráboðan, at hann fylgir siðinum, sum George Washington fór undir, tá hann helt fráfaringarrøðu fyri amerikanarum fyri 220 árum síðani. Tað hevur verið ein stórur heiður og frøi at tæna tykkum sum forseti. Eg gleði meg til at standa saman við tykkum sum borgari, skrivar Barack Obama á Twitter, har hann ynskir øllum gott nýggjár. Hann nevnir eisini arbeiðið, sum er gjørt fyri at tryggja samkyndum jøvn rættindi at giftast og at hava somu møguleikar sum onnur. Vit hava skrivað søgu í royndum okkara at vátta av nýggjum, at øll eru vit skapt við eins stórum virði, skrivar fráfarandi forsetin, Barack Obama. Løgreglan í Istanbul í Turkalandi hevur tikið átta fólk, eftir yvirgangsatsóknina nýggjársnátt, tá ein gerningsmaður drap 39 fólk í einum náttklubba. Men løgreglan veit enn ikki hvør maðurin varð, sum skjeyt og drap 39 fólk og særdi yvir 60 onnur. Leitað verður eftir manninum, upplýsir løgreglan. Maðurin fór inn í eitt dansihøli, stutt eftir midnátt, og fór at skjóta frá hond. Hann flýddi síðani frá staðnum, og løgreglan hevur leitað eftir honum síðani. Annika Olsen vildi tó ikki tosa um skattapolitikk, Sjóvinnuhúsið og musikkskúla í dag, tí býráðssamgongan fer at hava tíðindafund í morgin, har greitt verður frá ætlanin er at gera næstu fýra árini. Tað er bæði skilagott og ney ugt, at landið og kommunurnar gera avtalu um ein felags íløgukarm. Eisini um fíggjarliga frælsið hjá kommununum verður skert. Jóhan Christiansen, sum heldur fram sum borgarstjóri í Eysturkommunu, tekur ikki undir við nýggja borgarstjóranum í Havn, sum mælir til, at landið og kommunur gera ein felags íløgukarm. Hann mælir í staðin til, at kommunurnar fáa møguleika at leggja pening til viks, nú tíðirnar eru so góðar, at standa ímóti við, tá tað aftur fer at reka imóti. Vágar hava fingið nýggjar borgarstjórar, tí bæði borgarstjórin í Sørvágs kommunu, Sune Jacobsen, og borgarstjórin í Vága kommunu, Rósa Samuelsen, sluppu ikki at halda fram í borgarstjórasessinum, tá kommunustýrini skipaðu seg. TAKS góðtekur ikki, at stovnurin ikki fær undantak frá Skatta og avgjaldskærunevndini í einum máli um, hvussu nógvan skatt Faroe Pelagic skal rinda. Íslendski uttanríkisráðharrin, Lilja D gg Al freðsdóttir, skrivaði í gjár á Facebook, at hon hevði tosað við Poul Michelsen, landsstýrismann, og boðið føroyingum fíggjarliga hjálp frá stjórnini í Íslandi. Men landsstýrismaðurin, sum fyrst hevði ráðført seg við løgmann, svaraði, at føroyingar høvdu ikki brúk fyri hjálpini, tí tryggingarnar taka við og rinda fyri nógvu skaðarnar, sum hendu í ódnunum á jólum. Addy Steinarss, sum sjálv onnur tók stig til at savna pening til Føroya, sigur við Morgunblaðið, at innsavningin heldur kortini fram, tí tær ivast ikki í, at pengarnir fara at koma væl við onkra staðni í Føroyum. Hon sigur, at kanska fáa bjargingarfeløgini í Føroyum pengarnar. Í gjár vóru til samans savnaðar 250.000 krónur í okkara pengum. Tá hevði innsavningin varað í fýra dagar. Onkur einstaklingur gav 6.400 krónur Addy Steinarss, sum saman við Rakel Sig ur geirs dóttur byrjaði innsavningina, sigur við Morgunblaðið, at tær hava einki frætt frá politiska myndugleikanum í Íslandi, hóast tær heittu á øll altingsfólk tann 27. desember um at stuðla føroyingum. Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum, fegnast um, at løgmaður í røðu sínari nýggjársaftan nevndi týðandi arbeiðið hjá pedagogunum at vera um børnini. Men ein triðingur av limunum í Pedagogfelagnum, stívliga 600 fólk, arbeiða hjá Almannaverkinum. Játtanin til teirra arbeiði er hækkað 18 milliónir í ár. Men lønarhækkingarnar kosta 22 og ikki 18 milliónir krónur. meira í ár, sigur Jógvan Philbrow. So har eru fýra milliónir ov lítið. Harafturat eru nógvir bygningar í ringum standi og illa egnaðir. Tað er undarligt, at tað yvirhøvur ber til at hava virksemi í teimum, og at fólk skulu búgva í teimum, sigur formaðurin í Pedagogfelagnum. Tað undrar tí felagið, at játtanin til Trivnaðartænastuna ikki verður dagførd. Tær 254 milliónir krónur, sum eru í fíggjarlógini í ár, eru ætlaðar stovnum og tænastum til 218 fastbúgvandi fólk, 25 stovnsplássum fyri børn og ung, 200 vaksnum, sum hava brúk fyri stuðli, 90 børnum, sum hava brúk fyri stuðli ella øðrum tilboði, 50 umlætingarplássum og 168 verkstaðarplássum. Skulu allir føroyingar eiga lut í felagsskapinum, sum løgmaður tosaði um nýggjársaftan, má politiski viljin eisini vera tann, at játtanin til Trivnaðartænastuna er soleiðis háttað, at endamálið við henni kann røkkast, sigur Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum. Javnstøðulógin er alt ov avmarkað. Hon eigur ikki bara at vera um kyn, men eisini um mismun, sum stendst av húðarliti, aldri og breki. Um tað er eingin ivi í Gallupkanning, Javnstøðunevndin gjørdi í november í fjør. 68 prosent halda, at javnstøðulógin skal víðkast. 22 prosent halda ikki, at lógin skal viðgera annan mismun enn mun á kynunum. Tíggju prosent svaraðu, at tað vistu tey ikki. Serliga menninir vilja hava javnstøðulógina víðkaða til at fevna um onnur viðurskifti enn bara kyn. Í hinum Norðurlondunum, fyrst og fremst í Skandinavia, umfatar javnstøðuarbeiðið nógv annað enn kyn. Tað umfatar alt slag av mismuni. Tað kann væl hugsast, at vit í Føroyum eisini fara at víðka javnstøðulógina. Javnstøðunevndin og landsstýriskvinnan í javnstøðumálum hava umrøtt málið, men enn er eingin niðurstøða gjørd, sigur Ólavur Ellefsen, formaður í Javnstøðunevndini. Sjálvur tekur formaðurin undir við einum fjølbroyttari javnstøðuhugtaki. Eitt av nógvum aðalorðaskiftum í løgtinginum í hesari tingsetuni, sum samgongan hevur boðað frá, verður um javnstøðu. Tað sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, í svari til Kára P. Højgaard, løgtingsmann, ið spurdi um prísmunin á bilum í Føroyum og Danmark. Eingin ætlan er um broyta skrásetingargjaldið í Føroyum, sigur landsstýriskvinnan. Ein onnur broyting kom tó á nýggjárinum, tá vektgjaldið varð broytt til umhvørvisgjald. Minni, ein bilur dálkar, minni kostar hann í umhvørvisgjaldi. Hvussu vinningurin er hjá bilasølunum í Føroyum og í Danmark kann eg ikki svara fyri, sigur Kristina Háfoss, sum leggur afturat, at føroyingar kunnu keypa sær bil frá danskari ella útlendskari bilasølu, um teir eru bíligari har. Landsstýriskvinnan sigur, at vanliga hava bíligir og lættir bilar verið umhvørvisvinarligari enn teir tyngru. Men nú eru nógv dømi um, at dýrir og tungir bilar eru teir mest umhvørvisvinarligu, tí teir eru fyrstir við nýggjari tøkni. Eg siti við einum tanka um at stovna ein bólk av bonusommum og abbum. Eg havi arbeitt við tankanum leingi. Eg veit at tað sita fólk, ið gjarna vildu ríka dagligdagin hjá sær og øðrum, við at ganga ein túr við einum barni, baka bollar, pannukøkur, spæla spøl ella bara lesa eina søgu. Hetta skrivaði Rigmor Rasmussen á facebook bólkin Omma Blomma, fyri umleið einum ári síðan. Fleiri eru tær, sum hava brúkt henda møguleikan at vera tiltaksommur fyri børn og fleiri eru børnini, sum eru sera glað at hava fingið eina ommu, sum tey møguliga ikki hava havt áðrenn. Hoyr samrøðuna við Rigmor Rasmussen úr Vestmanna, sum tók stig til bólkin Omma Blomma, og við Sólrun Magnussen, úr Tjørnuvík, sum virkar sum tiltaksomma. Sambært Heilsufrøðiligu starvsstovu hevur Bakkafrost í samráði við Tórshavnar kommunu og Tórshavnar havn tryggjað eina farleið, so skipini við gróti fáa siglt ótarnað í øllum byggitíðarskeiðinum. Beint fyri jól fekk Bakkafrost endurnýggjað loyvini til tvey øki á Gøtuvík, og Faroe Farming, sum Bakkafrost eigur, fekk endurnýggjað loyvini til tvey aliøki á Vágsfirði. Nýggi tilbúgvingarsamskiparin skal setast beint undir landsstýrismanninum í fiskivinnumálum og ikki sum áður undir Vørn. Samskiparin kann ikki verða undirlagdur einum stovni, sum er beinleiðis partur av tilbúgvingini. Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í tilbúgvingarmálum, nú atfinningar eru frammi um, at tilbúgvingin í Føroyum er ov illa samskipað. Sum fráleið vóru onnur, ið bóðu meg klippa teirra hundum, leggur hon aftrat. Soleiðis birtist hugurin at royna at skipa hundaklippingina. Marianna Niclasen sigur frá ymsum, hon hevur droymt og sæð slíkt, sum vit plaga at siga vera yvirnatúrligt. Í báðar ættir hjá Marionnu eru og hava verið fólk, sum hava sæð. Helga Nordendal sigur frá GLS stevnuni, sum verður í Norðurlandahúsinum 13. og 14. januar. GLS stendur fyri Global leader summit. og er ein altjóða stevna fyri leiðarar á øllum økjum. Samráðingar eru millum løgregluna, sum hevur ábyrgdina av allari tilbúgving á landi, og landsstýrið um felags innkeyp av samskiftisútgerð. Tað var lítið av ítøkiligum politikki, men heldur breiðar orðingar um skynsaman fíggjarpolitikk, tá nýggja samgonga í Tórshavnar kommunu í dag skuldi leggja sínar ætlanir fram. Neyðugt verður at endurskoða alla fíggjarætlanina hjá Tórshavnar kommunu fyri 2017. Tað sigur nýggi borgarstjórin á Vaglinum í Havn, sum tó enn hevur trupult at vísa á, hvat ítøkiliga skal broytast. Fyrrapartin bjóðaðu Annika Olsen og hini seks í nýggja býráðsmeirilutanum í høvuðsstaðnum til tíðindafund. Hjólini í byggivinnuni mala ikki ov skjótt. Tað sigur Sámal Erik Hentze, stjóri í Húsavarðartænastuni, og formaður í Handverksmeistarafelagnum. Byggifelagið NCC, sum skal gera Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin næstu seks árini, søkir eftir skrivstovuleiðara at arbeiða fyri felagið í Føroyum. Treytin fyri at fáa starvið er góður kunnleika til føroyskar lógir og royndir við teimum. Skrivstovuleiðarin skal búgva í Føroyum og kenna føroyska samfelagið, hvørjar reglur og mannagongdir eru her. Farið verður fyrst undir at bora Eysturoyartunnilin. Tá hann er liðugt sprongdur, verður farið undir at spreingja Sandoyartunnilin. Samstundis, sum byrjað verður at spreingja Sandoyartunnilin, verður Eysturoyartunnilin gjørdur liðugur. Sandoyartunnilin skal vera liðugur í 2023. Fyrsta skotið í Eysturoyartunlinum verður latið av nú í januar. Fyrsta skotið verður á Strondum, og stutt eftir verður hol sett á á Hvítanesi. Prísurin á olju úr Norðsjónum hækkaði upp í góðar 58 dollarar fyri tunnuna og prísurin av olju úr USA upp í góðar 55 dollarar fyri tunnuna. Orsøkin er, at londini í OPEC eftir øllum at døma halda avtaluna, sum varð gjørd nakað fyri ársskiftið, at minka um søluna av olju. Kuwait hevur boðað frá, at landið fer at minka sína sølu av olju við 130.000 tunnum um dagin í januar. Samstundis hevur Oman boðað frá, at landið fer at selja 970.000 tunnur av olju í januar í 2017. Hóast Selatraðarvegurin varð breiðkaður fyri nógvum árum síðani, hevur tað higartil ikki verið til stóra nyttu, tí asfalt er ikki lagt á. Hann hevur svarað spurningi frá Helga Abrahamsyni, løgtingsmanni, sum heldur tað vera stórt spell at brúka pengar til at umvæla ein veg, tá eingin nytta fæst burtur úr umvælingini, tí vegurin verður ikki asfalteraður. Henrik Old er samdur. Hann sigur, at brúk er fyri at dagføra allan Selatraðarvegin. Landsverk hevur áður til fánýtis mælt til at játta millum tvær og fimm milliónir krónur um árið til at breiðka og dagføra vegin. Landsvegakervið er 472 kilometrar langt. Landsverk brúkar millum sjey og níggju milliónir um árið til asfaltering. Tær røkka til at asfaltera sjey til níggju kilometrar. Játtanin til viðlíkahald og rakstur av landsvegum minkar støðugt. Maðurin skal vera úr Kirgisistan, og eitur Iache Masjrapov sambært útlendskum fjølmiðlum. Løgreglan hevur samstundis almannakunngjørt eina mynd av manninum. Greinin heldur fram niðanfyri. Men um tað er maðurin á myndini er kortini ikki greitt. Myndugleikarnir siga seg hava fingramerki av manninum, sigur varaforsætisráðharrin í Turkalandi, Numan Kurtulmus. Í dag tók løgreglan eisini tveir útlendingar í floghavnini í Istanbul. Enn er ikki greitt, hvaðani teir vóru. Higartil hevur løgreglan tikið 14 fólk síðani álopið nýggjársnátt. Álvaratos Takið ímóti hasi útstrektu hondini frá íslendingum. Gevið teimum ein kjans at hjálpa føroyingum. Eg haldi, hetta er langt úti. Landsstýrismaðurin er fyri atfinningum á Facebook, eftir at hann hevur svarað íslendingum, at Føroyar ikki hava brúk fyri hjálp eftir oyðileggjandi ódnirnar á jólum. Meðan íslendingar í løtuni savna pening inn til føroyingar, er ikki vist, at almennu Føroyar fara at taka ímóti peninginum. Tað hevur Poul Michelsen gjørt greitt. Men tað fellur ikki í góða jørð, at landsstýrismaðurin ikki tekur ímóti peninginum, sum verður savnaður inn í Íslandi. Nógv fólk øsa seg á facebooksíðuni hjá KvF. Eg haldi, at Poul skuldi heldur verið takksamur og víst annan hugburð móti íslendingum, sigur ein av teimum, ið hevur sagt sína hugsan á tráðnum niðanfyri. Meðan tey flestu øsa seg um, at landstýrismaðurin ikki hevur ætlanir um at taka ímóti innsavnaða peninginum vegna almennu Føroyar, eru eisini onnur, sum halda tað øvugta. Nakrar ódnir, sum vit eru væl fyrireikað at taka ímóti, er ikki nøkur vanlukka fyri okkara samfelag. Haldi, at teir áttu at goymt hasar pengarnar til okkurt meiri álvarsligt hendi. Fleiri lesarar halda, at føroyingar kunnu taka ímóti peninginum frá íslendingum, og býta peningin millum tey ymisku bjargingarfeløgini, sum eru í Føroyum. Seinastu vikurnar hava Birgith Lassen og Anna Poulsen stákast í køkinum í Kringvarpinum, og tað er deildar meiningar um, hvussu gekst teimum í køkinum. Summir lurtarir hildu, at tær áttu at farið á Húsarhaldsskúlan í Klaksvík og tær so gjørdu. Nýggi býráðsmeirilutin í høvuðsstaðarkommununi heldur, at arbeiðsbyrðan hjá borgarstjóranum er vorðin ov stór, og heitir á løgtingið um at broyta kommunustýrislógina. Landsstýriskvinnan í kommunumálum skilir væl sjónarmiðið hjá nýggja býráðsmeirilutanum í Tórshavnar kommunu, um at fleiri enn borgarstjórin eiga at sleppa at fyrisita í kommununi. Tað er kortini ikki at neyðugt at hava fleiri borgarstjórar í kommununum, men eitt hugskot er, at nevndarformenn fáa størri heimildir at fyrisita, sigur Sirið Stenberg, sum er fús at kanna møguleikarnar at broyta kommunustýrislógina. Tá heimsins størsta mótablað, Vogue, um ársskiftið valdi tíggjutey mest spennandi mannligu modellini í 2016, var 18 ára gamli miðvingurin, Jegor Venned, ovast á listanum. Jenis av Rana í Miðflokkinum hevur spurt Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, um Javnaðarflokkurin eisini fer at áleggja teimum eldru brúkaragjøld. Jenis av Rana vil hava at vita, um politikkurin hjá tveimum samgonguflokkuum í býráðnum í Havn eisini fer at síggjast aftur í landspolitikkinum. Jenis av Rana spyr eisini, um hendan avgerðin hjá tveimum samgonguflokkum ikki fer at órógva samráðingarnar hjá Eyðgunn Samuelsen um nýggja pensjónsskipan. Hann spyr eisini, um avgerðin um brúkaragjøld í Tórshavnar kommunu ikki fer at føra til ójavna í liviumstøðunum hjá teimum eldru, tí tey í einum øki noyðast at gjalda fyri tænastur sum í øðrum økjum eru ókeypis. Kári P. Højgaard vildi hava at vita, nær endurgjaldið fyri innangarðsjørð og uttangarðsjørð, mist vetrarbit, mist bit í haga og fyri mista fóðurframleiðslu er endurskoðað. Endurgjaldið er ikki dagført í nógv ár, hóast kunngerðin um landsjørð ásetir, at prísirnir skulu endurskoðast í minsta lagi triðja hvørt ár. Tað eru teir ikki. Høgni Hoydal svarar, at teir eru ikki broyttir síðani 2007. Í 2010, trý ár eftir 2007, gjørdi Búnaðarstovan einki uppskot um broytingar. Búnaðarstovan skeyt upp at broyta endurgjaldið fyri velt lendi úr 4,80 krónum upp í 5,41 krónur fyri fermeturin og fyri hagalendi úr 70 oyrum upp í 77 oyru. Men Fiskimálaráðið broytti ikki kunngerðina. Endurgjøldini eru tey somu sum í 2007. Høgni Hoydal sigur, at hann fer nú at endurskoða prísir og endurgjøld. Búnaðarstovan ger vart við, at avgerðir í Hægstarætti í málum um endurgjald fyri mistar árligar inntøkur kunnu fáa týdning fyri útrokningargrundarlagið, tá endurgjald fyri mist bit og mista fóðurframleiðslu skal ásetast. Rottan fer upp í rørið eftir luktinum, og tá ið hon nærkast tí, ið luktar, fer ein píkur kvigliga í skallan so harðliga, at rottan doyr í somum løtu. Hólkurin fer úr aftur og rottan dettur niður á lendið uttanfyri og nattúran tekur sær av henni. Eldraøkið er ein somikið stór uppgáva at lyfta, at eldri skulu venja seg við tankan um sjálv at skula gjalda fyri summar tænastur, ið kommunan fer at lata privat røkja fyri seg. Bergunn Kass, býráðslimur fyri Framsókn, hevur fingið uppgávuna at standa á odda fyri nýggju Eldranevndini í Tórshavnar býráð. Nýggja samgongan í Tórshavnar kommunu fer at raðfesta integratión av útlendingum. Ein integratiónssamskipari verður settur at veita tænastur til tilflytarar, at savna og menna tilboð hjá landi og kommunum. Sum royndarætlan verður altjóða hús skipað at leiðbeina tilflytarum. Ætlanin er eisini at undirvísing í føroyskum á kvøldskúlum verður ment. Kommunan ætlar eisini at ganga á odda við at bjóða starvsvenjing til tilflytarar á kommunalum arbeiðsplássum, ið skal virka sum lopfjøl til at hesi kunnu nýta teirra egnu førleikar. Fyrrverandi borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, finnst hvassliga at Anniku Olsen, borgarstjóra, eftir at hon týskvøldið gjørdi greitt, at hon heldur ikki, at borgarstjórin í Havn eisini skal røkja formanssessin í Kommunufelagnum. Ein stórur partur av mest prinsipiellu málunum hjá kommununum verða viðgjørd í Kommunufelagnum, sum eisini er talurørið hjá kommununum og arbeiðir fyri at verja áhugamálini hjá teimum í mun til aðrar viðkomandi partar eitt nú landsmyndugleikarnar, sigur Heðin Mortensen. Ein borgarstjóri má gera sína ávirkan galdandi, har sum málini verða viðgjørd og tað er ofta í Kommunufelagnum. Ið hvussu er tey mál, sum hava felagskommunalan áhuga, og tað eru aloftast tey mest prinsipiellu málini, sigur Heðin Mortensen Húsa kommuna er nú løgd undir Klaksvíkar kommunu. Poulina Eliasen býr í Syðradali K, og hon er glað fyri at vera vorðin ein partur av Klaksvíkar kommunu. Eivør sigur sjálv í tíðindaskrivi Vit hava spælt sera nógvar konsertir seinastu árini úti í heimi og ætlanin er nú at koma heim til kæru Føroyar og framføra, taka konsertirnar upp og síðan at útgeva eina live plátu við løgum frá Bridges og Slør, umframt av løgunum, ið hava fingið nýggjan dám, saman við Marius og Allan. Tað hevur verið reint luksus at havt Marius og Allan við sum support á seinastu konsertferðini, har teir eisni hava sungið við sum gestir á konsertunum. Vit gleða okkum ótrúliga nógv at spæla tilfarið fyri føroyingum og vóna at nógv fólk koma at hjálpa okkum at seta dám á komandi live fløgu Heldur tú, at tíðin var farin frá vinylplátunum, so fert tú skeivur. Stóru, svørtu pláturnar, sum eru gjørdar av vinyl, eru aftur á veg inn í hitan. Sølan av LP plátum tók í 2016 veruligt dik á seg aftur. Ikki síðani 1991 vórðu seldar so nógvar vinylplátur, sum tað vórðu í 2016, skrivar The Guardian . Til samans vórðu seldar 3,2 milliónir LP plátur í 2016. Tað er 16 ferðir so nógv sum í 2007, tá ferð veruliga kom á søluna av talgildum tónleiki. Minst 30 LP útgávur vórðu í 2016 seldar í meira enn 10.000 eintøkum, í andsøgn við 2007, tá bara 200.000 LP plátur vórðu seldar til samans í øllum heiminum. Eldri fólk venda nú aftur til vinylplátur, og yngra ættarliðið hevur eisini fingið eyguni upp fyri plátum, sum tey ikki hava gjørt fyrr, sigur ein talskvinna í vinnuni. Warner Music, eitt av heimsins størstu útgávufeløgum, sum eisini útgevur LP plátur, hevur júst kunngjørt størsta yvirskotið í átta ár, skrivar The Guardian. Felagið hevur kært Høgna Hoydal, landsstýrismann. Útróðrarmenn vilja hava Landsstýrismálanevndina at kanna embætisførsluna hjá landsstýrismanninum. Høgni Hoydal gjørdi og legði fram lógaruppskotið um fiskidagarnar í fiskiárinum, sum byrjaði 1. september í fjør. Meginfelagið heldur millum annað uppá, at Høgni Hoydal villleiddi Løgtingið. Við at lata tinginum málið partvís uttan at upplýsa tingið við øllum skjølum, sum eru til taks í málinum, og partvís at síggja til uttan at hava viðgjørt heimildargrundarlagið fyri teimum átøkum, sum vórðu skotin upp, villleiddi landsstýrismaðurin tilvitað ella ótilvitað Løgtingið, sigur Meginfelagið. Felagið heldur, at tingfólk í roynd og veru viðgjørdu málið og atkvøddu um tað í blindum. Í august í fjør kærdi Meginfelag útróðrarmanna Fiskimálaráðið til Løgtingsins umboðsmann. Fiskimálaráðið setti til viks grundleggjandi fyrisitingarrætt, sigur Meginfelagið. Fiskimálaráðið er kært fyri ikki at virða tíðarfreistir, upplýsingarskyldu og partshoyring. Komandi forsetin í USA, Donald Trump, boðar frá á Twitter, at hann fer at halda sín fyrsta veruliga tíðindafund síðan valið um eina viku, tann 11. januar í New York. Greinin heldur fram niðanfyri. Upprunaliga var ætlanin, at tíðindafundur skuldi vera 15. desember, har Donald Trump skuldi greiða frá, hvussu hann vildi forða fyri at stríð verður um hansara mongu fyritøkur og forsetaembætið. Men tað bleiv útsett. Við sínum seinkaða tíðindafundi hevur Donald Trump brotið eina siðvenju. Nývaldir forsetar halda vanliga tíðindafundir stutt eftir, at tað er greitt, at teir fara at yvirtaka embætið, har teir upplýsa um komandi politikkin. Donald Trump hevur síðan valið verið í nøkrum fáum samrøðum og hevur hildið talur fyri viðhaldsfólkum. Í farna mánaði kunngjørdi hann, at stóra japanska telefyritøkan, Softbank, fer at skapa 50.000 nýggj arbeiðspláss í USA. Tað sigur ein bersøgin Pál Weihe, formaður í Læknafelagnum, eftir at løgmaður í gjárkvøldið legði upp til, at læknafakliga tilmælið um eina felags leiðslu fyri alt sjúkrahúsverkið verður skúgvað til viks fyri at fáa politiska semju uttanum andstøðuna. Ein tvørkynd ,ella transkynd , kvinna er fødd í einum mannfólkakroppi. Og ein tvørkyndur maður er føddur í einum kvinnukroppi. Tvørkynd fólk eru fødd við einum reellum ósamsvari millum tað mentala og tað fysiska kynið. Inntil fyrsta januar í ár hava tvørkynd verið roknað sum sálarsjúk í danska kongaríkinum og tí eisini í Føroyum. Men nú er tann lýsingin broytt. Kommunurnar í Føroyum hava eisini heimild at samstarva við privatar fyritøkur um hesi tilboð. Dømi um brúkaragjøld eru mattænastur og venjingartilboð, har tey eldru gjalda ein part av rokningini sjálvi. Rákið við brúkaragjøldum sæst í okkara grannalondum, og demografiska samansetingin í okkara samfelag ger, at rákið eisini kemur til okkara, metir stjórin í Kommunufelagnum. Hent at vita Klikka á Bilaslag í breddanum í yvirlitinum fyri at vísa eftir merki. Klikka á Seldir fyri at vísa eftir nøgd. Tú kanst eisini leita í teiginum í yvirlitinum. if undefined typeof window.datawrapper window.datawrapper window.datawrapper ZOPD2 ,window.datawrapper ZOPD2 .embedDeltas 100 9182, 200 9156, 300 9156, 400 9156, 500 9156, 600 9156, 700 9156, 800 9156, 900 9156, 1000 9156 ,window.datawrapper ZOPD2 .iframe document.getElementById datawrapper chart ZOPD2 ,window.datawrapper ZOPD2 .iframe.style.height window.datawrapper ZOPD2 .embedDeltas Math.min 1e3,Math.max 100 Math.floor window.datawrapper ZOPD2 .iframe.offsetWidth 100 ,100 px ,window.addEventListener message ,function a if undefined typeof a.data datawrapper height for var b in a.data datawrapper height if ZOPD2 b window.datawrapper ZOPD2 .iframe.style.height a.data datawrapper height b px Tann seinni er um økokritikk í bókmentum. Bergur Djurhuus Hansen, sum starvast á Føroyamálsdeildnini á Fróðskaparsetrinum, heldur fyrilesturin og hevur hann fingið heitið Náttúran hevnir seg, Økokritikkur í bókmentum So nógvir Mitsubishi ASX bilar vórðu í 2016 skrásettir og fingu nýggjar nummarplátur hjá Akstovuni, vísa tølini, nú stovnurin hevur gjørt árið upp. Umroknað svarar tað til, at ein nýggjur Mitsubishi ASX bilur rullaði út á føroysku vegirnar umleið annan hvønn gerandisdag í 2016 sambært tølunum. Tað er kortini einki nýtt, at føroyingum dámar best ASX bilarnar hjá Mitsubishi tað gjørdu føroyingar eisini í 2015. Tá vórðu til samans 110 seldir í Føroyum. Toyota varð mest selda bilmerkið í Føroyum í fjør, tá tey ymisku sniðini hjá øllum bilmerkjunum vórðu tald saman. Føroyingar keyptu 303 Toyota bilar í 2016. Tilsamans vórðu seldir 1.971 persónbilar í Føroyum í 2016. Tað eru umleið 150 fleiri enn árið fyri, 2015. Tá vórðu til samans skrásettir 1.822 persónbilar hjá Akstovuni. Tilbúgving á landi í sambandi við ódnir og annað hevði verið styrkt munandi, um eitt tilbúgvingar toymi eitt slag at komando sentrali við umboðum fyri allar partar av tilbúgvingini var sett á stovn. Tað heldur Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur. Tørvurin á telefonbókini er tódnaður burtur í lítið og einki. Tí sendir Føroyra Tele sína seinastu telefonbók til prentingar seinni í ár. Sostatt verður 110. telefonbókin hin allar seinasta, tá hon kemur út í summar. Upplagið er nógv minkað seinnu árini og fólk hava eisini frábiðið sær útgávuna. Men dyrnar standa enn á gloppi fyri møguleikanum hjá fólki at umbiðja eitt avrit, eftir at seinasta telefonbókin kemur út í summar, sigur John Syderbø. Tað kostar Føroya Tele umleið 1,2 milliónir um árið at prenta telefonbøkur til allar fastar linjur í Føroyum. Men tann sparingin fer ikki koma kundanum til góðar við lægri prísum. Julia hevur valt at hoyra Leiv Øssursson. Jómsvíkingar kvøða. Arnfinnur Bjarkhamar skipar. Martin Tórgarð skipar Brúsajøkil í Dansifelagnum í Havn. At enda hevur hon valt at hoyra Klaksvíkar Dansifelag kvøða Tróndarkvæði. Jógvan Pætur Gilstein skipar. Kvæðini eru øll í fullari longd her á heimasíðuni. Gátuføri fingurringurin á Velbastað kom undan kavi fyri nøkrum mánaðum síðan og fornfrøðingar í Føroyum og aðrastaðni, hava trupulleikar at staðfesta hvussu gamal ringurin er. Ymiskar royndi hava verið gjørdar síðan ringurin bleiv funnin. Innsavningin í Íslandi eftir ódnirnar í Føroyum um jóltíðir heldur fram allan januar. Men síðst í hesari vikuni verður avgjørt, hvør fær pengarnar. Sannlíkast er, at bjargingarfeløgini í Føroyum fáa pengarnar. Higartil eru savnaðar 250.000 krónur í okkara pengum. Hóast landsstýrið ikki vil hava pengar úr Íslandi, heldur innsavningin fram. Fráboðanin frá Poul Michelsen, landsstýrismanni, er bara galdandi fyri fíggjarligan stuðul frá íslendsku myndugleikunum, siga tey, sum standa fyri innsavningini í Íslandi. Hon er ikki galdandi fyri pengar, sum onnur í Íslandi lata føroyingum. Innsavningin er á facebooksíðuni, sum eitur Føroyingar og íslendingar eru frændur. Sí meira her. Ein millión flóttafólk søktu um uppihaldsloyvi í ES í fjør, og tveir triðingar av teimum vilja vera í Týsklandi, vísir ein uppgerð frá hagstovuni í ES, Eurostat. 658.000 flóttafólk bóðu um loyvi at verða verandi í Týsklandi, næstflest vildu vera í Italia, til samans 85.000 og triðflest vildu vera í Fraklandi, 62.000 fólk. Orsøkin til høga talið í Týsklandi stavar millum annað frá, at týsku myndugleikarnir ikki kláraðu at skráseta øll sum komu til landið í 2015, og sum tí ikki vórðu skrásett fyrr enn í fjør. Týskland tekur ímóti fleiri flóttafólkum og migrantum enn øll hini ES londini til samans, vísir uppgerðin. Í 2015 komu 1,2 milliónir flóttafólk og migrantar til Evropa. Tá 2016 er liðugt uppgjørt, í mars í ár, verða flóttafólkini eins nógv í tali sum árið fyri, sigur Johannes Singhammer, næstformaður í týska ríkisdegnum við blaðið, Die Welt. Støðan er ringast í Grikkalandi, tí landið sigur seg ikki hava ráð at taka ímóti og hýsa teimum nógvu flóttafólkunum sum koma til landið. Stjórnin í Grikkalandi hevur tí gjørt av, at frá í mars, fær hvør familja ikki meir enn 2.960 krónur um mánaðin, og tað mugu tey klára seg fyri. Samstundis hevur Týskland gjørt av at herða reglurnar eftir álopið fyri jól, so tey, sum ikki fáa loyvi at verða verandi í landinum, skjótari kunnu sendast heim aftur. Tað vísir ein uppgerð sum Sjómatráðið hevur gjørt. Í fjør seldu norskar fyritøkur fisk og fiskavørur fyri 91,6 milliardir norskar krónur. Talan er um stóran vøkstur seinastu árini. Í 2012 seldu fyritøkurnar fisk og fiskavørur fyri 52 milliardir krónur og í fjør var sølan 40 milliardir krónur hægri. Í 2012 seldi Noreg olju og gass fyri 630 milliardir krónur, og í 2015 var tann sølan 180 milliardir krónur lægri. Tað eru serliga Poland, Frakland og USA, ið keypa norsku fiskavørurnar. Ein floghavn við meira enn 292.000 ferðafólkum skuldi verið ein lønandi møguleiki hjá flogfeløgum, sigur Jákup Sverri Kass, við check.in.dk Sostatt er ikki óhugsandi, at onnur flogfeløg enn SAS og Loganair eisini eru áhugað í at byrja føroyaflúgving, sambært stjóranum í Vága Floghavn. Tað er greitt, at vit samskifta við nøkur europeisk flogfeløg, og tað arbeiðið heldur fram í 2017, sigur Jákup Sverri Kass við check in.dk Í løtuni verður parkeringsplássið víðkað, og umstøðurnar inni í terminalinum skulu eisini fyrireikast til øktu ferðsluna á flogvøllinum. SAS byrjar flúgving upp á Føroyar í mars, og skotska Loganair í mai. Áður hava eisini KLM og Norwegian kannað møguleikar at byrja føroyaflúgving. Hvat er besti máti at brenna so nógvar kaloriur sum skjótast, hvussu er frægast at koma í gongd eftir drúgvan steðg, og hvat er best at eta, tá ein altíð mungar eftir søtum Eftir tann fundin, klokkan hálvgum fimm verður tíðindafundur í Tinganesi. Í kvøld verður Poul Michelsen, landsstýrismaður vertur við ein døgurða í Áarstovu. Fyrrapartin í morgin skal Anders Samuelsen fyrst vitja vindmyllulundina hjá SEV í Húsahaga, har Hákun Djurhuus, stjóri fer at greiða frá um ætlaninar sum liggja fyri framman. Klokkan 11 fríggjamorgunin fer Anders Samuelsen á fund við Uttanlandsnevndina hjá Løgtinginum, áðrenn hann saman við limunum í Uttanlandsnevndini fer at eta morgunmat hjá Ríkisumboðnum. Áðrenn vit komu inn í 2017 skrivaðu nógv nýggjársheilsanir á Facebook. Tær flestu vóru einfaldar, meðan aðrar høvdu ein serligan boðskap. Terji Beder nýtti eisini høvið at ynskja gott nýggjár á Facebook, har hann samstundis deildi eina gerandisliga og samstundis óvanliga hending. Hesa ferð fara vit aftur at hoyra tættir, Finnbogi yrkti. Hann og Árni Absalonsen fara at siga frá um Tíðindablaðið. Vit hoyra eisini um, hvørjar fyrimyndir Finnbogi hevði í samband við skemt. Vit fara at hoyra Marius Rein og Árna Absalonsen meta um Finnboga sum satiriskt skald. Fleiri av kendu táttum hansara verða spældir. Hettar er triðja og seinasta sending. Lagt til rættis Tórður Johannesarson. Talan er um roynda diplomatin, Tim Barrow, sum fær ein avgerandi leiklut, tá samráðingarnar ímillum Bretland og ES um Brexit byrja. Tim Barrow var bretskur sendiharri í Ruslandi frá 2011 til 2015, og hevur harumframt verið ráðgevi hjá fleiri bretskum uttanríkisráðharrum. Í mars í fjør tók hann við sum politiskur stjóri í bretska uttanríkisráðnum, og hevur eisini verið skrivari hjá bretsku sendinevndini í Brússel. Ivan Rogers hevur einki sagt um, hví hann legði frá sær, men í einum skrivi til starvsfólkini skal hann hava funnist at framferðini hjá bretsku stjórnini uppundir samráðingarnar við ES. Greinin heldur fram niðanfyri. Tað hevur Ivan Rogers gjørt tí sjálvt ikki tey ovastu embætisfólkini vita nakað um, hvat Bretland fer at leggja dent á undir samráðingunum. Ivan Rogers, ið hevur sagt seg úr starvinum, sigur seg eisini ivast í einum góðum úrsliti fyri Bretland, tí ES hevur fleiri roynd samráðingarfólk enn bretar hava. Undirtøka er ikki í samgonguni fyri útsøgnini hjá løgmanni um at ganga ímóti tilmælinum hjá fleiri serfrøðingabólkum um at skipa sjúkrahúsverkið undir eina leiðslu. Ruth Vang og Sirið Stenberg sita báðar á fundi og tí hevur ikki borið til at fáa viðmerkinga frá teimum til tíðindasendingina hjá útvarpinum á døgurða. Fyribils skattainntøkan í Nes kommunu var 39,7 milliónir krónur í 2016. Tað eru 3,8 milliónir krónur meira enn í 2015, skrivar Nes kommuna . Vøksturin í kommunuskattinum í Nes kommunu var 10,7 prosentstig í 2016 samanborið við 2015, siga fyribils útrokningarnar hjá kommununi. Nes kommuna hevði í fíggjarætlanini fyri 2016 roknað við 35,0 milliónum í skatti. Skattaprosentið í kommununi hevur síðani 2006 verið 20,5 prosent. Poul Michelsen fer millum annað at finna fram til, hvussu Danmark kann hjálpa Føroyum, at fáa nýggjar handilssátmálar í lag, tá nýggi danski uttanríkisráðharrin, Anders Samuelsen, vitjar seinnapartin. Dritkul, serr og bussvors. Trý norsk orð, sum næstan allur ungdómurin í Skandinavia nú kennir. Norska ungdómrøðin SKAM hevur tikið skandinaviska ungdómin við stormi seinasta hálva árið. Men nú er seinasti partur í rðini liðugur, og SKAM bylgjan er følnað eitt sindur. 16 ára gamli Bárður Dalsgarð býr í Oslo, og gongur í skúla við einum av høvuðsleikarunum í SKAM. Tveir gerningsmenn, ein løgreglumaður og eitt sivilfólk lótu lív, tá ein bumba brast og skotið varð við eitt dómhús í turkiska býnum, Izmir, í dag. Hóast tveir gerningsmenn vórðu dripnir í álopinum á dómhúsið, leita myndugleikarnir í Turkalandi eftir einum triðja manni, hildið verður var við. Bumban brast framman fyri eina inngongd, sum ríkisákærar og dómarar brúka. Eftir álopið sprongdi løgreglan ein bil, sum illgruni var um, at álopsmenninir áttu. Greinin heldur fram niðanfyri. Fyribils kanningar benda á, at tað er PKK, hernaðarligi vongurin hjá kurdiska arbeiðaraflokkinum, sum hevur ábyrgdina fyri álopinum, siga stjórnarkeldur. Álopið í býnum kemur í kjalarvørrinum á eini yvirgangsatsókn í Istanbul nýggjársnátt, tá minst 39 fólk lótu lív tá skotið varð inni í einum náttklubba. Turkiski býurin, Izmir, er eitt væl umtókt ferðamál í Turkalandi eisini hjá vesturlendingum. Hvørt ár vitja umleið tvær milliónir ferðafólk býin. Løgini hjá Hans Jákup Højgaard verða sungin allastaðni har føroyingar savnast til gaman og álvara. Við árunum eru tey vorðin partur av føroysku fólkasálini. Lærarin av Toftum var tann stóri kórgandakallurin í Føroyum í 20. øld. Í fýrati og fimtiárunum varð hann dyrkaður, sum eitt idol. Men Hans Jákup Højgaard hevði eitt trupult sinnalag, og hann var ikki 60 ára gamal, tá hann segði kórið frá sær. Tá hann var eldri raktu ólukkurnar hann meint. Samstundis var tað sum um tíðin fór frá honum. Hann skrivaði framvegis løg, men eitt ávís troystarloysi hómaðist á ellisárum. 19 ára gamli telvarin Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavági hevur í dag tryggjað sær fyrsta IM normin, sum er fyrsta stigið á leiðini at gerast altjóða meistari í talvi. Høgni og bróðirin Rógvi hava á nýggjárinum verið við í sterkari altjóða kapping í Svøríki Rilton Cup. Fleiri enn hundrað telvarar hava verið við eisini nógvir stórmeistarar og altjóða meistarar. Kappingin endaði í dag. Høgni vann í seinasta umfari á svenska stórmeistaranum Pia Cramling, sum í síni tíð var mett sum fremsta kvinna í heiminum at telva. Høgni Egilstoft Nielsen gjørdi hol í sjógvin í føroyskari telving í 2014, tá ið hann sum 16 ára gamal vann hvørt talv í meistarabólkinum í árligu FM kappingini, og gjørdist yngsti føroyameistari nakrantíð. Marita S. Dalsgaard arbeiður við leiklist. Hon er sjónleikari, ger senografi til egnar leikir, skrivar dramatik og leikstjórnar. Í sendingini práta Sissal Kampmann og Marita S. Dalsgaard um leikstjóraarbeiðið hjá Maritu og tað at virka sum fríyrkislistafólk Forlagið Sprotin gav út bókina í 2015, Edward Fuglø hevur gjørt kápumyndina til føroysku útgávuna. Sonja Kjølbro hevur staðið fyri umbótingini. Í fyrstu sending skifta vit orð um kappingarleistin í føroyskum hondbólti, umframt at vit vitja badmintonfelagið Náp í Runavík og kaga í ítróttakalendaran fyri komandi dagarnar Sostatt hevur hann somu støðu sum undanfarnir uttanríkisráðharrar í Danmark til spurningin um sjálvstøðugan føroyskan limaskap í eitt nú WTO og Norðurlandaráðnum. Eisini Kaj Leo Holm Johannesen, ið umboðar Sambandsflokkin í politiska fylgibólkinum, sum viðger tilmælið, heldur, at politiski myndugleikin kann ikki skúgva til viks tað, sum serkunnleikin sigur. Bjørn Kalsø tekur ikki undir við floksformanni sínum, Bárði Nielsen, um at bara ein leiðsla skal vera á øllum trimum sjúkrahhúsunum í landinum. Bæði silvurmynturin og fingurringurin úr gyltum silvuri, ið vórðu funniri fornfrøðiliga útgrevstrinum á Velbastað í fjør summar, eru nú komnir aftur til Føroya. Tað er ikki bara navnið, sum er nýtt, tí í eitt ár hava Bústaðir, Tórshavnar kommuna og Selmar Nielsen Arkitektar arbeitt við at fáa gamla skúlan bygdan um til 37 lestraríbúðir. Síðani fer stýrið, sum er 13 borgarstjórar, at velja formansskapin næstu tvey árini. Ein av teimum 13 í stýrinum verður formaður ella forkvinna. Óført er gitt, hvør verður formaður í Kommunufelagnum. Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, hevur sagt, at hon vil ikki vera forkvinna. Tey, sum hava roynt at fáa greiðu á, hvør verður formaður, nevna Dennis Holm, borgarstjóra í Vági, og Jóhan Christiansen, borgarstjóra í Eysturkommunu. Kommunufelagið varð stovnað 1. januar í 2014. Fyrstu trý árini var Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, formaður felagsins. Hann er eisini formaður í Kommunala arbeiðsgevarafelagnum, sum skal hava nýggja nevnd seinni í ár. Fundurin hjá Kommunufelagnum í dag verður klokkan tíggju. Reglugerðirnar fyri upp og afturlatingartíðir hjá matstovum og skeinkistøðum skulu broytast. Tað stendur í samstarvsskjalinum hjá nýggja býráðsmeirilutanum í Havn. Dagførdar upplatingartíðir gera Havina meira tíðarhóskandi og liviligari, vil meirilutin við Tjóðveldi, Fólkaflokkinum og Framsókn vera við. Í stuttari viðmerking sigur Bogi Andreasen, formaður í Vinnunevndini í Tórshavnar kommunu, at tey eru farin undir at kanna hvussu upplatingartíðirnar kunnu dagførst. Upplatingartíðirnar skulu dagførast fyri at hóska betur til tørvin hjá borgarum og hjá vinnulívi. Millum annað tá ið serlig tiltøk eru mitt í viku. Tað er kortini lættari sagt enn gjørt, tí landspolitiskar løgtingslógir og løgregluviðtøkur mugu eisini lagast til fyri at upplatingartíðirnar kunnu broytast. Í fjør komu 1.767.726 milliónir ferðafólk til Íslands. 40 prosent fleiri enn í 2015. Flestu ferðafólkini vóru úr USA og síðani úr Bretlandi. Tey flestu koma í juli og august. Men nú koma eisini nógv í desember. Í desember í fjør komu seks ferðir fleiri ferðafólk til Íslands enn í desember 2010. Ferðafólkatalið í Íslandi er vaksið skjótt, alt ov skjótt, halda nógv í Íslandi. Fyri 15 árum síðani, í 2002, vóru 248.000 ferðafólk í Íslandi. Nú eru tey sjey ferðir fleiri. París og aðrir stórbýir í Europa eru nú farin undir at fyrireika seg til at taka ímóti túsundtals arbeiðsfólkum í fíggjarheiminum, tá Brexit verður veruleiki. Málið hjá París er at fáa minst 20.000 slík fólk at flyta til býin. Í løtuni eru umleið 180.000 fólk í París, sum arbeiða í fíggjarheiminum. Tað ræður um at vera tíðliga á veg, tí bretski forsætisráðharrin, Theresa May, hevur boðað frá, at Bretland fer undir samráðingar við ES um framtíðina áðrenn mars er liðin. Fleiri aðrir býir liggja eisini framvið, millum annað verður tosað um Berlin, Dublin, Luksemborg og Frankfurt. Øll plássini vilja hava fólk í fíggjarheiminum at flyta til sín. Blaðið Independent skrivar, at fleiri bretskar fíggjarfyritøkur longu eru farnar undir samráðingar við Írland, fyri at fáa neyðugu loyvini til vega, so tær kunnu virka í Dublin. Írar vilja verða verandi í ES, hóast Bretland fer burturúr samveldinum. Fleiri aðrar fyritøkur eru samstundis farnar at føla seg fyri í øðrum stórbýum í Europa, skrivar The Independent. Bretska lobbyfyritøkan, TheCityUK, hevur ávarað um, at upp í 70.000 arbeiðspláss í fíggjarheiminum kunnu hvørva úr Bretlandi tá Bretland fer úr ES. Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, skal nú siga Løgtinginum, hvussu nógv landskassin hevur fingið inn í nýggjum, broyttum og øktum avgjøldum í farna ári. Bjørn Kalsø hevur sett henni ein grein 52 fyrispurning um meirinntøkur í 2016. Eftir at hava tikið við á heysti í 2015, hækkaði samgongan avgjøld á brennievni og oljuvørur, tinglýsingargjaldið varð tvífaldað og vegskatturin hækkaði. Harumframt broytti samgongan kringvarpsgjaldið, so allir føroyingar eldri enn 24 ár rinda eitt mánaðargjald heldur enn at hvørt húsarhald rindar eitt hálvársgjald, sum frammanundan. Nú vil Bjørn Kalsø hava at vita, hvussu nógv meira fólk hava rindað í avgjøldum til landskassan síðan broytingarnar vórðu framdar fyri einum ári síðan. Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður, vil hava at vita frá Akseli V. Johannesen, løgmanni, hvussu hann í sambandi við hjúnabandslógina kann fara uttanum Løgtingið og stýrisskipanarlógina, har tað stendur, at mál verða yvirtikin sambært løgtingslóg. Tað ger hann í einum grein 52 fyrispurningi. Hann spyr eisini, um løgmaður kann vátta, at hægstu embætismenn í kirkjumálum í Mentamálaráðnum eru fullkomiliga ósamdir við løgmann um, at grein 14, stykki 2 í hjúnabandslógini er yvirtikið. Hann vil hava løgmann at greiða frá, hví hann ikki lurtar eftir tí føroyska kirkjumálaráðnum, sum við ógvuliga góðum og sannførandi argumentum prógvar, at hetta stykkið ikki er yvirtikið. Jógvan á Lakjuni vil eisini hava at vita, um løgmaður ella landsstýrið fara at áleggja embætisfólki í kirkjumálum í Mentamálaráðnum at gera uppskot um at broyta ella strika grein 14, stykki 2 í hjúnabandslógini ímóti teirra sannføring Tá ið Fólkakirkjan varð yvirtikin í 2007, var gjørt púra greitt, at hjúnabandslógin ikki var partur av yvirtøkuni, og tað var útgreinað væl og virðiliga í viðmerkingunum til lógaruppskotið. Øll umsitingin bæði á Løgtingi og í landsstýri hava verið sannførd um tað, og tey hava eisini handlað út frá tí. Ikki minst hevur tað føroyska kirkjumálaráðið og embætismenninir har við sannførandi argumentum prógvað, at stykki 2 í 14 er ikki yvirtikið. Ferð skal nú setast á arbeiðið, at seta á stovn eina føroyska veðurtænastu. Tað lovar Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sum umsitur veðurtænastur. Hóast Løgtingið samtykti at yvirtaka verðurtænastuna í mars 2008, so er einki hent í málinum uttan, at føroyingar nú bera kostnaðin av veðurtænastuni. Ein føroysk veðurtænasta hevði verið kærkomin, halda tey, sum hava áhuga fyri økinum. Dennis Holm, borgarstjóri í Vági, er í morgun valdur til nýggjan formann í Føroya kommunufelag. Tað er greitt eftir at Kommunufelagið skipaði seg á fundi fyrrapartin. 13 stýrislimir er í Føroya kommunufelag. Dennis Holm fekk sjey atkvøður á fundinum í morgun og Tórbjørn Jacobsen fekk seks atkvøður. Rentustuðulin til sethusakeyparar er seinnu árini minkaður spakiliga. Í 2010 var rentustuðulin 39 prosent av rentu upp til í mesta lagi 150.000 krónur. Síðani tá er rentustuðulin minkaður so líðandi. Á nýggjárinum minkaði rentustuðulin aftur, so hann nú er 35 prosent av rentu upp til 105.000 krónur. Kvinnan, Zoe, tekur myndir, og maðurin, Tim, arbeiðir við teimum. Higartil hevur eydnast teimum at framleitt nýggja mynd hvønn dag. Enn er verkætlanin ikki burðardygg, men við einum góðum vilja gongur tað, og upplivingarnar eru einastandandi, siga tey bæði á einum máli um. Útvarpið fer undir at lesa bókina Vágamentan, sum Mina Reinert, ið er ættað úr Sørvági, hevur skrivað við undirheitinum Teir vóru so fittir og galantir. Hon setti sær fyri at finna broytingar, sum stóðust av, at Vágar vórðu hersettar undir krígnum. Mina Reinert kannaði, hvussu viðurskiftini vóru fyri hersetingina, hvussu hersetingin ávirkaði samfeløgini í Vágum, og hvørjar broytingar hon elvdi til eftir heimsbardagan. Bókin er skrivað við støði í MA ritgerð hjá Minu Reinert frá 2007. Tað er gravgangur eftir at sleppa við nýggjasta uppsjóvarskipinum í flotanum, men teir, sum hava biðið sær kjans, skulu ikki gleða seg ov tíðliga. Skipið kemur til Føroyar um vikuskiftið, men tað verður ikki við vælsignilsi frá fakfeløgum, at føroyingar sleppa at mynstra við nýggja skipinum. Fiskimannafelagið, Maskinmeistarafelagið og Skipara og Navigatørfelagið nokta limum í fakfeløgunum at mynstra við skipinum, siga tey í fráboðan. Við hesum banna undirritaðu manningarfeløg limum sínum at mynstra við nýggja uppsjóvarskipinum Hoyvík, so leingi ongin avtala er við reiðaríið um manningarviðurskiftini, og galdandi sáttmáli tískil ikki verður hildin. Tað siga tey trý fakfeløgini í felags fráboðan. Tað er reiðaríið Thor í Hósvík, sum eigur uppsjóvarskipið, Hoyvík, sum kemur til landið um vikuskiftið. Skipið er keypt úr Noregi. Høgni Hoydal sigur, at samráðingarnar byrjaðu við fundum saman við øllum flokkunum, har tilmælið til fiskivinnunýskipan varð umrøtt. Miðflokkurin hevur boðað frá, at flokkurin ikki vil halda fram við at umrøða fiskivinnunýskipanina, uttan so, at flokkurin verður partur av samgonguni. Tað verður hann ikki, og tí hevur Miðflokkurin ikki fingið fundarboð. Men Miðflokkurin fer at vera við í viðgerðini tá uppskotið kemur í Løgtingið. Tað er trýst á politisku skipanini fyri at finna eina semju, tí eitt uppskot um fiskivinnunýskipan skal leggjast fyri tingið í vár, og seinasta freist at leggja uppskotið fyri Løgtingið er fyrst í mars. Arbeitt verður framvegis við at finna eina breiða semju um fiskivinnunýskipanina, sigur Høgni Hoydal. Hann roknar ikki við, at fundirnir við Fólkaflokkin og Sambandsflokkin í næstu viku verða teir seinastu. Sambandsflokkurin hevur almannakunngjørt sítt uppskot til eina fiskivinnunýskipan, sum er einasta ítøkiliga uppskotið, ið higartil er komið á borðið. Illgruni er um, at gummi, ið verður brúkt sum fylla í graslíkisvøllum, dálkar umhvørvið, millum annað um kemikalium lekur úr gummigranulatinum, teimum smáu gummikúlunum, sum eru í graslíkinum. Í Noregi er fleiri enn 1500 graslíkisvøllir. Nú eru granskarar farnir at kanna, hvussu gummigranulatið ávirkar umhvørvið, tí tey, sum sparka, draga tað við sær, tá tey fara til hús. Norskir granskarar hava fyrr kannað graslíki og umhvørvi. Men nýggjar kanningar eru neyðugar, tí trupulleikar standast eisini av gomlum graslíki, sum er burturbeint. Ráðgevandi verkfrøðingafelagið COWI hevur roknað út fyri norska umhvørvismálaráðið, at fimm prosent av gummikúlunum í graslíkisvøllinum hvørva haðani. Í Danmark er Umhvørvisstýrið í ferð við at gera nýggja leiðbeining um graslíki. Og ES ger eina frágreiðing um graslíki er ein vandi fyri heilsuna. Í Íslandi er gummifyllan í nógvum vøllum skift, tí illgruni var um, at gamla fyllan var heilsuskaðilig. Ikki verður hildið vera ráðiligt at brúka hetta slagið av gummikúlum, har sum børn sparka. Nýggja uppsjóvarskipinum Hoyvík hjá reiðarínum Thor í Hósvík sleppur ikki til fiskiskap, tí Thor virðir ikki sáttmálarnar við manningarfeløgini. Tað sigur Annfinnur Garðalíð, formaður í Skipara og Navigatørfelagnum, nú manningarfeløgini hava lýst mynstringarbann fyri Hoyvík . Thor ætlar, sambært formanninum í Skipara og Navigatørfelagnum, at brúka eina daglønarskipan at løna manningini umborð á Hoyvík , og tað ganga manningafeløgini ikki við til. Nýggja uppsjóarskipið Hoyvík hjá Reiðarínum Thor kemur til Føroya í morginárini, og móttøka verður klokkan 6 á Vestarubryggju í Havn. Danski og okkara uttanríkismálaráðharrin er á kurteisisvitjan og enn einaferð hoyra vit orðingarnar, um at alt skal vera innan fyri karmarnar á Ríkisfelagsskapinum ella Grundlógini. So har var ikki so nógv nýtt at hoyra, sum vit neyvan høvdu væntað. Og heldur ikki so nógv nýtt var at hoyra, at klaksvíkspolitikarar eru í móti fakligu ráðgevingini, um at vit skulu hava eina felagsleiðslu fyri tey trý sjúkrahúsini í Føroyum. Hoyr kappingina her millum designaran og stylistin Katrinu í Geil og blaðstjóran á Kvinnu, Siri Sørensen, ið kappast móti sjónleikarunum Duritu Dahl Andreasen og Mariann Hansen, sum eru kvinnurnar handan leikin Einaferð var tað eg. Viðhvørt høvdu vit allar fýra matchað við hvør sín drong og møttust við teimum um kvøldið, men so hendi tað onkuntíð, at tann, sum hevði matchað við ein, ikki helt hann vera so áhugaverdan allíkavæl, men at onkur onnur vinkona helt hann vera áhugaverdan, og so hugnaðu tey sær bara í staðin. Tað var nokk so stuttligt, sigur Jona flennandi. Um sjey tíðina í kvøld skrivaðu manningarfeløgini og reiðaríið Thor undir sáttmála fyri uppsjóvarskipið Hoyvík, sum kemur til landið í morgin. At gera avtalu millum land og kommunur um eitt íløguloft er nakað, sum neyvan letur seg gera, sigur nývaldi formaðurin í Kommunufelagnum, Dennis Holm. Umframt at vera fortalari fyri, at fólk skulu vera erlig, tá tey nýta datingappina, so heldur hann eisini, at føroyingar brúka tinder eitt sindur øðrvísi enn aðrastaðni. Tónleikurin er fjølbroyttur til nýggjárskonsertina. Kend klassiskt tónleikabrot, nakað av filmtónleiki, tvey føroysk nýskrivað verk, annað hevur Atli K. Petersen skrivað og hitt hevur Sunleif Rasmussen skrivað. Kórið telur 80 sangarar og tað er Bernhardur Wilkinson, sum stjórnar hópinum Tað eru fleiri fólk, ið nýta dating appina Tinder, men hvørja ávirkan hevur tað á ungdómin Jóhan Djurholm og Rannvá Eydna Sunadóttir MacIntosh viðgera appina í mun til dagsins samfelag og aðrar appur. Tinder appin hevur Tinder er ein dating app til fartelefonir og teldlar, har tú blaðar gjøgnum tær gentur ella dreingir alt eftir, hvørjum tú leitar eftir sum eru í ávísari frástøðu frá tær. Tú sært bert nakrar myndir, ein stuttan tekst, áhugamál og felags vinir á Facebook. Fyri at dáma onkran, skalt tú blaða til høgru, og fyri at siga nei, blaðar tú til vinstru. Um báðir partar dáma hvønn annan, so matcha tit og kunnu skriva saman. Um bert annar parturin dámar hin, fær hin tað ongantíð at vita. Tó kanst tú eina ferð um dagin superlika ein person, ið beinanvegin fær boðini um, at tær dámar viðkomandi. Vit flyta okkum frá Viðareiði til høvuðstaðin at práta við føroyska ungdómin fyri at hoyra, hvat tey halda um Tinder, og hvussu tey nýta appina. Hetta er ikki fyrstu ferð, at Røddin viðger dating appina Tinder. Aftur í apríl mánaða gjørdi ein av okkara skrivarum eitt lítið eksperiment við dating appina. Hon vildi vita, um mann kundi skora við at nýta ymiskar tekstir hjá Páll Finnur Páll. Páll Oddur Rubeksen, limur í sangbólkinum, heldur at tað eydnaðist henni væl. Ætlanin hjá Tórshavnar Kommunu at útbyggja vinnuøkið á Sundi við gróti úr Eysturoyartunlinum hevur fingið Kaldbaksfólk at ressast. Borgarafundur hevur verið á Kaldbak, tí fólk eru ørkymlað um, at útbyggingin fer at oyða tað síðsta strekkið av órørdari fjøru á Kaldbaksfirði. Í náttúrufriðingarlógini stendur kann tað ætlast, at arbeiðir koma at misprýða ella skemma natúruna, skulu tiltøk setast í verk fyri at forða ella minka um skaðan . Henrik Møller sigur, at hóast ætlaða útbyggingin á Sundi misprýðir náttúruna, broytir hon ikki umstøðurnar stórvegis, tí skaðin á nátturuna á Sundi er longu gjørdur. Vit leggja dent á, at hendan skemmingin av nátturuni á staðnum er longu gjørd á staðnum. Vit halda ikki, at útbyggingin broytir nakað munandi, sigur Henrik Møller, formaður í yvirfriðingarnevndini. Vit meta , at russiski forsetin , Vladimir Putin, gav boð um , at valdysturin í 2016 skul di ávirkast . Endamálið hjá Russlandi var máa støði undan almenna álitinum á fólkaræðisligu mannagongdina , at skaða álitið hjá Hillary Clinton og skaða hennara møguleikar at gerast forseti . Hetta stendur í einari frágreiðing, sum amerikanska fregnartænastan júst hevur almannakunngjørt um russisk telduálop móti USA undir forsetavalinum . Frágreiðingin vil vera við , at russiskir teldusníkar royndu at ávirka forsetavalið til fyrimuns fyri Donald Trump . Russland vísir aftur ákærurnar í frágreiðingini . Komandi amerikanski forsetin Donald Trump vísir aftur , at Russland var tað einasta landið , sum stóð fyri álopunum , og at álopini høvdu nakran týdning fyri úrslitið av valinum . Annar um hvørt tað er í lagi hjá familju og vinum at vera vinir við tínar eksar á facebook ella ikki, og hin um statusdagføringar hjá sjómonnum, tá teir ikki eru heima. Sum er starvast eingin veðurfrøðingurin í Føroyum og veðurforsøgnir verða keyptar frá danska veðurstovninum DMI fyri 1,8 milliónir um árið. Í dag rinda vit lønir niðri í Danmark, rinda vit tær her, kunna vit fáa ein fínan veðurstovn á flogvøllinum, sigur Jørgen Niclasen. Men enn er einki krav um barnaváttan í Føroyum. Tað vil siga, at einki krav er um, at ein umsøkjari skal prógva, at viðkomandi ikki hevur verið dømdur fyri at gera seg inn á børn seinastu 10 árini, um viðkomandi vil hava sum starv at ansa børnum. Í Føroyum er heimild at biðja um at síggja revsiváttan í samband við starvsumsóknir, men tað er einans Tvøroyrar Kommuna sum brúkar rættin, skrivar Dimmalætting. Í Tórshavnar Kommunu verður hildið at ein sokallað barnaváttan skapar ein falskan tryggleika, og man hevur tí valt ikki at biðja um revsiváttan frá starvsfólkum á dagstovnum og øðrum starvsplássum, har børn verða ansað, sigur Beinta á Dalbø, deildarleiðari á barna og ungdómsdeildini við Dimmalætting. Hetta var eisini ein sjónarmið, sum var nógv frammi í Danmark, í sambandi við at skipanin um barnaváttan skuldi setast í verk í 2005, men longu fyrsta árið skipanin kom í gildi vórðu 15 umsøkjarar til størv við børnum sáldaðir frá, tí teir áður høvdu gjørt seg inn á børn. Tað sigur Hans Andrias Kelduberg, stjóri í reiðarínum Thor, tá hann verður spurdur, um Thor ætlar at keypa rættindir til nýggja uppsjóvarskipið Hoyvík á uppboðssøluni í ár. Hóast Thor ikki heldur, at uppboðssølan er tann besti hátturin at skipa fiskivinnuna eftir, fer Thor at bjóða uppá rættindir í 2017, um tað verður møguligt. Við middagsleitið fekk Vørn boð frá manningini á Vesturlandi, at eldur var har frammi í skipinum, og manningin slapp ikki framat at sløkkja eldin. Øll manningin, sum taldi 10 mans, savnaðist uppi á brúnni. Vesturland var staddur á Føroya Banka, tá ið boðini komu. Einki skip var nærhendis, og tað vóru vánalig líkindi hjá tyrluni at fara úr Vágum. Tyrlan hevði umleið 40 minuttir at flúgva til Vesturlandi. Tyrlan fekk heysað alla manningina av Vesturlandi. Tann seinasti, sum var skiparin, varð tikin av Vesturlandi klokkan 1410. Tyrlan lendi við Landssjúkrahúsið klokkan 1440 við manningini . Manningin er væl fyri, men onkrir hava fingið royk í seg, og skulu á Landssjúkrahúsið til kanningar. Tað er ógreitt, hví eldur kom í skipið, men eingin mannskaði var, verður sagt av Vørn. Føroysk børn eru ikki líka væl vard ímóti kynsligum ágangi, sum børn í Danmark og Grønlandi, har tað er krav at vísa eina barnaváttan, um ein skal arbeiða á einum stovni við børnum. Men eitt uppskot um ríkislógartilmæli um barnaváttan er við at vera klárt og verður helst borið í løgtingið í hesum mánaðinum, sigur Nella Festirstein, deildarleiðari á løgmansskrivstovuni við Dimmlætting. Tá lógin kemur í gildið, verður tað eitt krav til bæði almennir stovnar, og øll onnur, sum seta fólk í starv, har tey koma í samband við børn undir fimtan ár, at tey krevja eina barnaváttan. Tað umfatar millum annað lærarar, námsfrøðingar, ítróttarvenjarar og skótaleiðarar. Kravið kann eisini umfata familjulimir hjá tí, sum hevur søkt eitt starv, skrivar Dimmalætting í greinarøð um evnið í vikuskiftisblaðnum. Tað tók tyrluni ein tíma at koma manningini umborð á Vesturlandi til hjálpar. Teir eru til kanningar fyri millum annað royksskaða. Brymil var á veg út til Vesturland, tá vit tosaðu við Hilmar Johannesen frá MRCC kl 18 Lendið í New Zealandi er so turt hesa árstíðina at tað lætt kyknar eldur í náttúruni, sum ikki er lættur at temja. Tí er bannað eitt nú at nýta opnan eld á støðum sum á Kawau Island hesa tíðina, men kortini kyknaði eldur á oynni í dag, og tað kundi endað heilt galið, sigur Jannhild Olsen, sum hevur summarhús á oynni og býr í New Zealandi. Úrslitið í hinum dystinum í dag ímillum Sveis og Finnland lagaði seg soleiðis, at Føroyar nú eru einsamallar á odda í bólkinum við fullum stigatali. Úrslitini hava við sær, at Føroyar eru nummar eitt bólkinum við fýra stigum. Sveis og Finnland hava tvey stig og Ísrael hevur null stig. Eitt lið spælir seg víðari til HM endaspælið. Ein javnleikur ella sigur ímóti Finnlandi í morgin hevur við sær, at Føroyar koma víðari. Føroyar og Finnland spæla klokkan 17.00 í morgin. Sveis og Ísrael spæla klokkan 15.00. Báðir dystirnir eru í høllini á Hálsi í Havn. Charles Manson varð fluttur á eitt sjúkrahús í Bakersfield í Kalifornia nýggjársdag, tí hann skuldi viðgerast fyri innvortis bløðingar. Onkrir fjølmiðlar skriva, at grundin ikki er innvortis bløðingar, men at Charles Manson hevur álvarsligar trupulleikar við heilivági, hann tekur. Charles Manson er fongslaður í níggju ferðirnar lívstíð fyri at hava myrt sjey fólk í fleiri ríkum býarpartum í Los Angeles afturi í 1969. Hann var leiðari í einum felagsskapi, sum royndi at skumpa ábyrgdina á litt fólk, og á tann hátt at royna at byrta ófrið millum svørt og hvít fólk. Trupulleikarnuir av dálking í Beijing eru nú so stórir, at borgarstjórin í kinesiska høvuðsstaðnum hevur sett eitt løgreglulið at tálma dálkingini. Løgregluliðið skal forða fyri, at rusk verður brent í gøtunum, og at matstovur, sum útleiða nógvan royk, fyribils verða stongdar, skrivar BBC . Íbúgvarnir í kinesiska høvuðsstaðnum eru noyddir at verða heima, tí luftin í løtuni er so dálkað, sigur BBC sambært kinesisku tíðindastovuni, Xinhua. Video Soleiðis sá út í Beijing um morgunin 2. januar. Í upptøkuni sæst dálkingin frá ferðsluni um morgunin eftir 20 minuttum í tíðartódn timelapse , sum er 48 sekund. Borgarstjórin í Beijing lovar at lurta eftir atfinningum hjá borgarunum í býnum, og hevur ætlanir um at steingja minst 500 verksmiðjur, sum dálka illa, í 2017. 2.500 aðrar verksmiðjur í kinesiska býnum skulu eisini gerast meira umhvørvisvinarligar. Málið er at minka dálkingina við 30 prosentstigum í mun til í 2015. Eldurin er framvegis ikki sløktur. Vædderen fer nú at gera eina roynd at sløkkja tann síðsta eldin, sigur vakthavandi á MRCC Tórshavn. Hoyr alla samrøðuna við Hilmar Johannesen, sum útvarpið tosaði við í tíðindunum klokkan 10 í morgun. Keypir tú helst nýggjan bil, tá summarið nærkast, so ert tú í øllum førum ikki einsamallur um at gera tað. Tað vísa tøl hjá Akstovuni fyri 2016. Juni í 2016 var nógv tann besti mánaðurin hjá bilseljarum í Føroyum. Tá vórðu til samans 229 nýggir persónbilar skrásettir í Føroyum. Føroyingar keypa eisini nógvar nýggjar bilar teir báðar mánaðirnar frammanundan. Tað vil siga apríl og mai, sum tað eisini sæst í grafikkinum her. if undefined typeof window.datawrapper window.datawrapper window.datawrapper 7gKRR ,window.datawrapper 7gKRR .embedDeltas 100 435, 200 409, 300 383, 400 383, 500 383, 600 383, 700 383, 800 383, 900 383, 1000 383 ,window.datawrapper 7gKRR .iframe document.getElementById datawrapper chart 7gKRR ,window.datawrapper 7gKRR .iframe.style.height window.datawrapper 7gKRR .embedDeltas Math.min 1e3,Math.max 100 Math.floor window.datawrapper 7gKRR .iframe.offsetWidth 100 ,100 px ,window.addEventListener message ,function a if undefined typeof a.data datawrapper height for var b in a.data datawrapper height if 7gKRR b window.datawrapper 7gKRR .iframe.style.height a.data datawrapper height b px Ringast stóð til í oktober mánað, tá bara í mun til juni 117 nýggir persónbilar í Føroyum fingu nummarplátur, vísa tølini hjá Akstovuni. 1.971 persónbilar vórðu seldir í Føroyum í 2016. Mest seldi bilurin í Føroyum í fjør var Mitsubishi ASX. Teimum vórðu til samans 116 seldir av. Hent at vita Klikka á bláu prikkarnar í grafikkinum í greinini, vilt tú hava neyv tøl fyri hvønn einstakan mánað í 2016 í yvirlitinum omanfyri. Tað logar enn umborð á skipinum Vesturlandi, og tað hevur tað eisini gjørt í útivið eitt samdøgur síðani eldur kom í skipið á døgurða leygardagin. Brimil og Vædderen liggja hjá skipinum, og skipini hava í nátt roynt at basa eldinum á skipinum við at sproyta skúm á skipið men higartil til fánýtis. Hitin frá eldsbrunanum á Vesturlandi er so mikið nógvur, at tað er avmarkað, hvussu nær Brimil slapp skipinum, tá skúm í nátt varð sproytað á skipið. 10 mans vóru við Vesturlandi, tá eldur kom í skipið um middagsleitið leygardagin. Einki skip var nær nærhendis, so tyrla varð send til skipið. Bjargingartyrllan kom stutt fyri klokkan 15 á Landssjúkrahúsið við manningini, sum varð innløgd til kanningar fyri roykeitran eftir eldsbrunan á skipinum. Skipið varð bygt á Tórshavnar Skipasmiðju í 1970, og er 31,7 metrar langt, sambært Teyggjuni . Tað er P f Thor í Hósvík, sum eigur Vesturland. Føroyar eru nú einsamallar á odda í HM undankappingarbólkinum fyri U21 lið fyri menn, sum verður avgreiddur í Føroyum. Føroyar vunnu í gjárskvøldið 31 25 á Ísrael. Úrslitið í hinum dystinum í gjár millum Sveis og Finnland lagaði seg soleiðis, at Føroyar nú eru einsamallar á odda í bólkinum við fullum stigatali. Sveis vann 28 26, eftir at hava verið á odda 13 11 í hálvleikinum. Úrslitini hava við sær, at Føroyar eru nummar eitt bólkinum við fýra stigum. Sveis og Finnland hava tvey stig, Ísrael hevur einki stig. Bara eitt lið í bólkinum spælir seg víðari til HM endaspælið, og ein javnleikur ella sigur ímóti Finnlandi í dag hevur við sær, at Føroyar koma víðari. Føroyar og Finnland spæla klokkan 17 00 í dag. Sveis og Ísrael spæla klokkan 15 00. Sjónvarpið vísir dystin millum Føroyar og Finnland beinleiðis. Vit hava akkurát nú fingið ein mann upp á bakkan á skipinum, segði skiparin á Brimli, sum útvarpið tosaði við í tíðindunum klokkan 14. Hoyr alla samrøðuna við Julian Martin Juul. Myndgleikarnir siga, at talan var um eitt yvirgangsálop, skrivar BBC. Tríggjar kvinnur og ein maður lótu lív, og í minsta lagi 13 onnur eru særd. Løgreglan sigur við BBC, at bilførarin er skotin av herfólki, sum vóru á staðnum. Seinastu 15 mánaðirnar hava palestinar framt mong álop móti ísraelum. Ein bussførari, sum sá álopið, sigur við írsraelskt útvarp, at bilførarin fyrst rendi á fólkini, fyri síðani at bakka á tey, sum lógu eftirá. Politiovastin í Ísrael, Roni Alsheich sigur, at álopsmaðurin var frá arabiska økinum í Eysturjerusalem, sigur bretska kringvarpið, BBC. Ódnarveðrið á jólum hevði við sær, at fleiri smærri brek vórðu staðfest í vindmyllunum hjá SEV bæði á teimum í Húsahaga og Neshaga. Vindmyllurnar verða eftirkannaðar og umvældar og settar í gongd aftur, so hvørt tær eru lidnar, boðar SEV frá í tíðindaskrivi til miðlarnar. SEV væntar, at allar vindmyllurnar koyra aftur sum vanligt ein av fyrstu døgunum, verður upplýst í tíðindaskrivinum til fjølmiðlarnar. Ein av vindmyllunum í Neshaga máldi upp í 76 metur sekund í jólaódnini. Mesti vindurin, sum SEV hevur mátað í Neshaga, er 82 metrar um sekundið. Apríl 2007 Eldur kemur fyrstu ferð í verksmiðjutrolaran Athenu. Eingin av manningini fekk skaða. Ocean Group Faroes Ltd. átti Athenu, Thor í Hósvík var ein av eigarunum. Oktober 2010 Eldur logar aftur umborð á Athenu. Eldur kom í, tá Athena var stødd 230 fjórðingar í ein útsynning úr Scillyoyggjum. Mai 2011 Eldur kemur á triðja sinni í Athenu. Skipið var til umvælingar eftir eldin í árið fyri. Nú eldur aftur var í, lá hon við bryggju á Høgabóli á Skálafjørðinum. Juli 2011 Eldur kyknar umborð á Thor skipinum Varðborg. Varðborg var farin úr Peterhead og hevði siglt í tveir tímar, tá eldur kyknaði í útstoytinum. Januar 2017 Eldur kyknar umbirð á Vesturlandi. Skipið var til fiskiskap á Føroya Banka, tá manningin varnaðist, at eldur var kyknaður umborð. Undan dystinum var greitt, at Føroyar høvdu ráð at tapa dystin við tveimum málum og allíkavæl spæla seg víðari, men tað bleiv ikki aktuelt. Ein leikari sum av álvara skaraði framúr var bara 17 ára gamli málverjin, Hørdur Trygvason, sum stóð sum ein múrur í føroyska málinum. Føroyar vunnu allar tríggjar HM undankappingardystirnar og hava við hesum tryggjað sær pláss í HM endaspælinum og skrivað føroyska hondbóltssøgu. Einki skip var nærindis, og tað vóru vánalig líkindi hjá tyrluni at fara úr Vágum. Tað tók tyrluni einar 40 minuttir at flúgva til Vesturland. Øll manningin, 10 mans, varð fingin upp í tyrluna í øllum góðum. Hon fleyg til Havnar og setti manningina av við Landssjúkrahúsið, tí onkur hevði fingið royk í seg. Brimil og Vædderen vóru hjá Vesturlandi í gjáranáttina. Seinnapartin í gjár eydnaðist at seta fast á Vesturland, og Brimil verður á Skála við skipinum um átta ella hálvgum níggju tíðina í morgun. Meinast rakt eru Grikkaland, Italia og Pólland. Í Russlandi hava verið 30 kuldastig. Í Rom royna sjálvboðin at bjarga teimum heimleysu í kuldanum. Har suðuri í Italia hava fleiri skúlar latið aftur í dag, tí so nógvur kavi er lagstur. Í Póllandi, har mátað eru 25 kuldastig, hava í minsta lagi 20 fólk latið lív. Í Grikkalandi hevur nógvi kuldin rakt serliga flóttafólk, sum millum annað eru flutt í tjøld við hita. Í Grikkalandi eru mátað 15 kuldastig. Í Russlandi, har ortodoksu jólini verða hildin í hesum døgum, eru 30 kuldastig, og so kalt hevur ikki verið hesa árstíðina seinastu 120 árini. Vit kenna tað øll Nátturðin er etin, og í staðin fyri at pakka restirnar niður og goyma tær í køliskápinum, rúka tær beint í ruskspannina. Hetta kemur alt ov ofta fyri í Føroyum, sigur David Rodrigues, sum saman við Tórshavnar kommunu er farin undir at kanna matoyðsl í Føroyum. Eg veit, at tað verður oyðslað nógv, men akkurát hvussu nógv vita vit ikki enn , fortelur hann. Saman við Sunnivu Mortensen stendur hann fyri tiltakinum Diskosuppa, sum verður í Perluni týskvøldið 10. januar klokkan 17.00 20.00. Hetta er eitt tiltak sum skal varpa ljós á matoyðsl. Við at gera mat burturúr avlopi, sum matvøruhandlarnir annars ikki høvdu kunna selt, vísa vit, at matrestir kunnu etast , sigur Sunniva Mortensen. Vit mugu steðga Longu í 1995 varð roynt at basa matoyðsli. Tórshavnar kommuna stóð á odda fyri einum átaki sum skuldi eggja fólki til at kompostera sínar matrestir, heldur enn at blaka tær burtur. Men nú meir enn tjúgu ár seinni er trupulleikin ikki nógv basaður. Vit noyðast at steðga at blaka mat, sum kann etast, burtur , sigur David Rodrigues. Og tað fer at koma okkum til góðar. Vit spara pengar og vit eru við til at ansa eftir jørðini, vit liva á , leggur hann afturat. Trý góð ráð Kommunalt átøk og stór tiltøk gera lítlan mun, um ikki húsarhaldini fylgja við. Matstovur, matvøruhandlar, arbeiðspláss og húsarhald mugu gera ein innsats, og tað er eisini tað, hetta tiltakið snýr seg um , greiður David Rodrigues frá. Hann hevur trý góð ráð, vit kunnu brúka, um vit vilja gera ein mun sjálvi. 1 Ver tilvitaður, tá tú keypur inn Kanna altíð, hvat tú eigur inni, áðrenn tú fert at keypa inn. Á tann hátt kemur tú aldrin at liggja inni fyri tveimum posum av eplum, tá tú bert hevur brúk fyri einum. 2 Brúka tínar matrestir Tú kanst gera tína egnu diskosuppu heima við hús. Goym grønmetisavlop í eini grýtu í køliskápinum og kóka tað saman til eina grønmetissuppu, tá vikan er av. Tekstur í kvøld hoyra vit millum annað Piccolopolka við H vard Svendsrud og Harmonikuliðið við sirpuni, Hvor er min kone og Den Glade Vandrer. Lagt til rættis Hanna og Terji Jakobsen. Við pallborðið sita Bill Justinussen fyri Miðflokkin, Jógvan Skorheim fyri Nýtt sjálvstýri, Ruth Vang umboðandi Framsókn og Jørgen Niclasen frá Fólkaflokkinum. Teir tríggir flokkarnir í Íslandi, Sjálvstæðisflokkurin, Viðreisn og Bjørt framtíð, ið seinastu vikuna hava havt samráðingar um ríkisstjórn, leggja nú síðstu hond á samgonguskjalið. Samgonguskjalið verður almannakunngjørt í hesari vikuni. Flokkarnir eru samdir um ikki at koma við uppskoti um, at Ísland søkir um limaskap í ES. Men tingfólk flokkanna kunnu taka undir við slíkum uppskoti, um tað kemur seinast í valskeiðinum. Flokkarnir, sum nú eru í ferð við at skipa stjórn í Íslandi, hava bara eitt tingfólk í meiriluta í Altinginum. Útróðrarmenn vilja hava Landsstýrismálanevndina at kanna embætisførsluna hjá landsstýrismanninum, tá hann gjørdi og legði fram lógaruppskotið um fiskidagarnar í fiskiárinum, sum byrjaði 1. september í fjør. Meginfelagið heldur millum annað uppá, at Høgni Hoydal villleiddi Løgtingið. Felagið heldur, at tingfólk í roynd og veru viðgjørdu málið og atkvøddu um tað í blindum. Í august í fjør kærdi Meginfelag útróðrarmanna Fiskimálaráðið til Løgtingsins umboðsmann. Fiskimálaráðið setti til viks grundleggjandi fyrisitingarrætt, sigur Meginfelagið. Fiskimálaráðið er kært fyri ikki at virða tíðarfreistir, upplýsingarskyldu og partshoyring. Amerikanskir myndugleikar løgdu týsku bilverksmiðjuna undir at hava givið skeivar tekniskar frágreiðingar um, hvussu nógv dieselbilar hjá Volkwagen dálka. Greinin heldur fram niðanfyri. Ein verkfrøðingur, ið starvaðist hjá Volkswagen, hevur játtað seg sekan í sviki, men tað er ikki fyrr enn nú, at stjórin er tikin, at leiðslan í Volkswagen í USA eisini verður kannað. Volkswagen vil hava málið avgreitt, áðrenn Donald Trump verður tikin í eið sum amerikanskur forseti 20. januar. Væntandi fara partarnir at skriva undir avtaluna í næstu viku, skrivar blaðið. Nordika varð frumframført 1. november, í samband við heiðurlønirnar hjá Norðurlandaráðnum. Sagt verður um Nordika, at eykennislag hevur eina felags norðurlendska rødd. Fleiri, sum vóru við í tilgongdini, tá farið varð undir Vágatunnilin, siga, at politiska avtalan varð, at tunnilin skuldi latast landinum, tá lánið varð goldið. Tað siga Aim Jacobsen, borgarstjóri í Sørvágs kommunu, og Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóri í Vága kommunu, í almennum skrivi í dag. Tað er eisini tað, sum tunnilsnevndin í samráð við Vinnumálaráðið hevur arbeitt ímóti, og tað er fatanin, øll vágafólk, norðingar og føroyingar yvirhøvur altíð hava havt, siga borgarstjórarnir i Vágum. Aim Jacobsen og Eyðdis Hartmann Niclasen vísa eisini á tað, sum Klæmint Weihe, fyrrverandi nevndarformaður í Vága og Norðoyatunlinum, hevur skrivað í eini viðmerking á Facebook. Hann vísir til, at avtalað varð, at partafelagið við 160 milliónum krónum í partapeningi skuldi latast landinum aftur, tá ið lánið varð goldið, og tunnilsgjaldið takast av. Avtalan má og skal haldast. Tað altavgerandi er ikki, at sleppa undan at rinda nakrar krónur fyri at koyra gjøgnum tunnilin, siga teir báðir borgarstjórarnir. Men at ein gjørd avtala verður hildin, og at vágafólk og norðoyingar koyra á landsins vegum undir somu treytum sum allir aðrir føroyingar, siga borgarstjórarnir í báðum kommununum í Vágum. Útgerðin, sum stóð á Sornfelli, var verd góðar 400.000 krónur, og hon var ikki tryggjað. Men hjálp er nú á veg. Hjálpin kemur úr Íslandi. Har royna tey at savna góðar 400.000 krónur til bjargingarfeløgini í Føroyum. Hoyr samrøðuna við Regin Jespersen, formann í Landsfelagnum fyri bjargingarfeløgini. Teldusníkar royndu í 2016 110 ferðirnar at fremja álop á telduambætarar hjá ES nevndini. Tað skrivar bretska blaðið, Financial Times . ES myndugleikarnir óttast, at Russland fer at órógva komandi valini í Fraklandi og Týsklandi, sum fregnartænastan í USA sigur, landið gjørdi í USA. Hóttaninar eru áhaldandi, ágangandi og alsamt meira vandamiklar, sigur Sir Julian King, ES umboðsmaður í trygdarviðurskiftum, sambært blaðnum. Angela Merkel, týskur samveldiskanslari, hevur longu ávarað um, at álop frá teldusníkum kunnu fáa ávirkan fyri valstríðið í Týsklandi undan valinum. ES og NATO hava hert trygdina í KT skipanum. Málið um teldusníkar, sum kunnu ávirka valstríð, er nú tikið upp á hægsta embætismannastigi í ES. Tvey vaksin fólk og fýra børn vórðu beint eftir klokkan 12 funnin deyð í einum húsum í Ulstrup, nakað uttan fyri Randers í Eysturjútlandi. Løgreglan fekk klokkan 12 03 fráboðan um, at alt ikki ruggaði rætt við húsini, og løgregla og sjúkrabilar vórðu send avstað, skrivar DR . Í løtuni fer umfatandi kanningararbeiði fram á staðnum. Løgreglan í Eysturjútlandi vil ikki gera viðmerkingar í málinum, sambært DR Nyheder. Lítla veiðimannasamfelagið Upernavik í Norðurgrønlandi er 750 kilometrar norðanfyri polarlinjuna. Sjey mánaðir um árið er bygdin innibyrgd av ísi, og tá er tyrlan hjá Grønlandsfly einasta samband við umheimin. Millum tey 1.000 fólkini í bygdini, eru sjey føroyingar, ið trívast væl í Upernavik. Føroyingarnir, ið eru við í hesari sendingini, eru William Smith av Argjum, sum um hetta mundið var maskinmeistari á elverkunum í Upernavíkar Kommunu, Heri Johansen av Tvøroyri, ið var leiðari á telestøðini í Upernavik, Annika Sivertsen, sum var í starvsvenjing sum sjúkrarøktarfrøðingur, og hjúnini Jonhard Dahl Jacobsen sáli og Malan Dahl Jacobsen. Hann var kommunuverkfrøðingur og hon arbeiddi á sjúkrahúsinum í Upernavik. Ringt er at vita hvar, hvør fløska skal latast inn aftur, og ofta má farast í eini 3 4 ymisk støð, áðrenn liðugt er, skrivar ein lurtari til Skáan. Rúsadrekkasøla Landsins, við Rógva Fossadal, skýtur upp at seta á stovn eina nýggja pantskipan í samráði við revonatiónsfelagsskapirnar, har fólk kunnu latað inn allar fløskur og øll einnýtis íløt. Handilsvinnufelagið í Vinnuhúsinum, umboða av Hera á Rógvi, skýtur upp at at varveita gamla prisippið, um at selja fløskur, men at allir handlar framyvir skulu taka ímóti øllum sløgum av fløskum. Og triðja uppskotið eigur Fía Petersen, dagligur leiðari hjá felagnum Javni, ið hevur sent eitt opið bræv til Sirið Stenberg, Landsstýriskvinnu í umhvørvismálum og Eyðgunn Samuelsen, Landsstýriskvinnu í Almannamálum. Teir eru fimm leikarar á liðnum ein úr Svøríki, Finnland i, Ísrael, Danmark og so kemur ein úr Avstralia. Tá fjarstøðan er so lang, koma seinkingar í spælið, so hesi n úr Avstralia má koma til Evropa til kappingar, sigur Johan Sundstein. Miðalvektin á kruvda laksinum í fjør var 5,10 kilo. Tað er nakað minni enn í 2015, tá miðalvektin var 5,38 kilo, sum er metið higartil. Tað eru tey føroysku handilsskipini, ið eru styttri enn 100 metrar. Vinnumálaráðið mælir nú til at broyta loðslógina, so hesi skipini sleppa undan loðsskylduni. Tá loðslógin var til hoyringar í 2012, helt Reiðarafelagið fyri farmaskip, at øll handilsskip undir føroyskum flaggi eiga at sleppa undan loðsskyldu. Men tað vildi Vinnumálaráðið ikki tá, tí nógv handilsskip eru í FAS, altjóða skipaskránni. Hetta eru skip, sum ongantíð ella heilt sjáldan koma í føroyska havn. Vinnumálaráðið sigur nú, at tá lógin varð gjørd í 2012, varð ikki ansað eftir, at nøkur handilsskip fara inn í nógvar havnir í Føroyum, upp í 36 havnir. Loðsskipanin er fíggjarliga og umsitingarliga tyngri hjá hesum handilsskipum og umsitingarliga tyngri fyri stovnin, sum gevur loðsfrítøku, enn væntað og ætlað, tá lógin kom. Okkurt reiðarí hevur upplýst, at skiparar hjá teimum skulu hava upp í 20 loðsfrítøkuloyvi. Uppskotið um lógarbroytingina ger, at kommunur fara at missa inntøkur, tí loðsgjøldini verða færri. Løgmaður sigur, at málið snýr seg um at tulka, um innihaldið í hesi lógargrein hoyrir til málsøkið Persóns , húsfólka og arvarætt, sum ikki er yvirtikið, ella málsøkið Fólkakirkja og tey frá fólkakirkjuni viðvíkjandi trúarsamfeløg, sum er yvirtikið, sigur Aksel V. Johannesen. Løgmaður sigur í svarinum til Jógvan á Lakjuni, at hann hevur gjøgnumgingið tilfarið í málinum, og tekur undir við løgfrøðiligu metingini hjá Løgmansskrivstovuni og donskum myndugleikum. Jógvan á Lakjuni spurdi eisini løgmann, um hann ella landsstýrið fara áleggja embætisfólki í Mentamálaráðnum at gera uppskot um at broyta ella strika grein 14, stykki 2, í hjúnabandslógini ímóti teirra sannføring. Aksel V. Johannesen svarar, at løgmaður leggur seg ikki út í viðurskiftini í Mentamálaráðnum, sum tænastuliga er skipað undir landsstýriskvinnuni í mentamálum. Embætisfólkini hava ikki sýtingarrætt, men halda tey, at ikki er farið fram eftir lógarinnar bókstavi, mugu tey gera vart við tað á hægri staði. Í hesum førinum eru øll á ovastu rók kunnað um teirra sjónarmið tað eru løgmaður og danskar ráðharrastovur men tey eru bara ikki samd við embætisfólkini í Mentamálaráðnum um teirra útlegging av lógini, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, í svarinum til Jógvan á Lakjuni. Fólkaheilsuráðið sigur, at tað tað ikki fer at blanda seg upp í, um kaka verður bjóðað á arbeiðsplássunum, men ráðið mælir kortini til, at arbeiðsplássið hevur ein kostpolitikk, eins og tað hevur politikk á nógvum øðrum økjum. Í Onglandi verður rópað varskó. Royal College of Surgeons dental faculty vísir á, at kakumentanin á arbeiðsplássum hevur vundið upp á seg, og er blivin ein trupulleiki. Tá fólk fylla tangan og síðani rýma av bensinstøðini uttan at gjalda, eiga oljufeløgini at sleppa framat at síggja, hvør eigur nummarplátuna, so pengarnir kunnu krevjast inn. Men sambært ferðslulógini hava oljufeløgini ikki, og tey fara heldur ikki, sum støðan er nú, at fáa atgongd til akfarsskránna hjá Akstovuni. Í akfarsskránni stendur, hvør eigur bilarnir. Tað er ikki í lagi, heldur Handilsvinnufelagið. Í hoyringarsvari til Samferðslumálaráðið undrast felagið á, at nakrar ávísar privatar fyritøkur, men ikki allar, hava atgongd til akfarsskránna. Harafturat fáa almenn partafeløg sersømdir, sigur Handilsvinnufelagið, ið heldur, at allar fyritøkur, almennar sum privatar, eiga at hava somu sømdir, somu atgongd til akfarsskránna. Handilsvinnufelagið heldur, at tá Vága floghavn og Tunnilsfelagið sleppa fram at akfarsskránni at síggja numnmarplátur, eiga oljufeløgini at hava sama rætt, tá fólk rýma uttan at gjalda fyri bensin ella diesel. Felagið ivast í, um tað fyrisitingarliga er í lagi, at landsins myndugleikar gera mun á privatum fyritøkum, uttan at objektivar orsøkir eru fyri hesum mismuni. Um níggju tíðina í gjárkvøldið varð eldurin í Vesturlandi sløktur, og í nátt hevur verið hildið vakt á skipinum. Hoyr samrøðuna við Vilhelm Magnus Olsen, átaksleiðara hjá sløkkiliðnum á Skálafjørðinum. Í grannalondunum kanna tey, hvussu illa graslíkisvøllir dálka umhvørvi og sjógv, men Umhvørvisstovan her hevur higartil onga ábending fingið um, at graslíki er skaðiligt fyri umhvørvi og heilsu. Kommunurnar umsita umhvørvismál og geva tey loyvi, sum møguliga eru kravd, tá graslíkisvøllir skulu gerast. Hoyr samrøðuna við Suna Petersen, leiðara á deildini Vernd á Umhvørvisstovuni. Hanus Hansen, reiðari, sigur, at arbeitt verður við at keypa skip uttanlands, men einki er avgjørt enn. Ætlanin er at selja Næraberg og Slættaberg og keypa skip fyri pengarnar, sum fáast fyri tey bæði skipini. Slættaberg liggur. Hann hevur einki fiskiloyvi. Tvey uppsjóvarskip komu í føroyska flotan leygardagin. Annað er Hoyvík hjá Thor Fisheries, og hitt er Høgaberg hjá Framherja. Sambært keypssáttmálanum kostaði Hoyvík 16 milliónir krónur norskar, sum eru 13,2 milliónir í okkara pengum. Høgaberg kostaði 219 milliónir norskar, 180,7 milliónir føroyskar krónur. Venjararnir, Kári Nielsen og Birgir Hansen, hava úttikið átjan spælarar. Lars Larsen Black ÍF Føroyar Ári Egason Dam H71 Niklas Simonsen Skjern Rókur Akralíð ÍF Føroyar Hjalti Mohr Jacobsen Kyndil Helgi Hildarson Hoydal H71 Tony Hammer Weyhe KÍF Bogi Gaard Davidsen H71 Rúni Joensen KÍF Tróndur Kragesteen ÍF Føroyar Nicklas Selvig TMS Ringsted Allan Norðberg StÍF Andrias Eriksen VÍF Kjartan Johansen Team Sydhavsøerne Julian Olsen VÍF Hans Eli Sigurbjørnsson KÍF Rói Lamhauge VÍF Fríði Hammer Weyhe KÍF Dystarskráin Fríggjadagin 13.januar kl. 18.00 Føroyar Kýpros Leygardagin 14.januar kl. 18.00 Kýpros Grikkaland Sunnudagin 15.januar kl. 15.00 Føroyar Grikkaland Sum skilst verða tíggju ráðharrar í nýggju stjórnini í Íslandi. Sjálvstæðisflokkurin fær fimm, Viðreisn tríggjar og Bjørt framtíð tveir ráðharrar. Bjarni Benediktsson verður forsætisráðharri í nýggju stjórnini. Nýggja stjórnin hevur bara eitt tingfólk í meiriluta í Altinginum. Hon hevur 32 tingfólk. Tað, sum loftferðslumyndugleikar um allan heimin óttast skal henda, hendi í Eysturafrika hósdagin í síðstu viku, tá eitt flogfar skuldi seta seg. Eitt Boeing 737 flogfar við 80 ferðafólkum fleyg inn í eina dronu beint áðrenn flogfarið lendi í Mosambik hósdagin, skrivar The Aviation Herald á netinum. Flogskiparin helt í fyrsta umfari, at flogfarið hevði rakt fugl undir innflúgvingini. Tá flogfarið varð kannað, vísti tað seg, at tað hevði rakt eina dronu. Trupulleikin við dronum, sum órógva flogferðsluna í økinum, byrjaði í fjør, tá eitt stórt kolanám varð funnið. Kolanámið verður kannað úr erva við dronum. Bara í USA vórðu 650 tilburðir skrásettir í 2016, tá ferðafólkaflogfør bóru eyga við dronur, sum flugu ov tætt við sivil flogfør, skrivar danska blaðið, Check In. Sjóvinnustýrið endurnýggjaði 3.000 sjóvinnubrøv í fjør. Allar umsóknir, sum komu til 20. desember, vórðu avgreiddar. Neyðugt var hjá sjómonnum at endurnýggja sjóvinnubrævið, tí nýggjar reglur komu í gildi 1. januar. Hóast nógv trýst var á, so gekst betur enn væntað, sigur Hans Johannes á Brúgv, stjóri í Sjóvinnustýrinum. Vit tosa við Ditte Mathildu Joensen um hennara yrki sum sjálvstøðug vinnurekandi. Ditte er útbúgvin grafiskur sniðgevi og listmyndakvinna, og arbeiðir í dag sum miðlari og myndakvinna við síni fyritøku, veingir. Andy hevur konu og børn, men eisini góðar vinmenn, sum honum dámar væl at hyggja fótbólt saman við, fara í býin við og lurta eftir tónleiki og minnast aftur á gamlar dagar. Heima er tað konan, sum setur út í kortið , so alt verður so yvir feminiserað og alt hansara maskulina hvørvur og hann verður sum eitt av børnunum. Innan estetiskan fimleik er ein finskur korrografur, ið er umbiðin meira enn øll onnur. Umframt at arbeiða við bestu liðunum í heiminum, finnur Antton Laine eisini avbjóðingar í at hjálpa liðum, sum hann kann hjálpa á veg. Í hesum sambandi hevur hann fleiri ferðir verið í Føroyum, og lagt lag á. Sum einasti professionelli føroyski kórleiðari, er Tóra Vestergaard meira og meira at síggja á føroyska tónleikapallinum, sjálvt um hon býr í Danmark. Umframt at arbeiða sum kórleiðari, er Tóra eisini sangari, og í 25 minuttum greiðir hon millum annað frá avbjóðingini, ið liggur í at finna javnvágina millum arbeiðið og sangin. Hevur tú ikki tíð at røra teg 30 minuttir hvønn dag, sum heilsumyndugleikarnir hava mælt til leingi So eru hetta tey góðu tíðindini til tín. Tú kanst minka um sannlíkindini fyri at doyggja av hjartasjúkum og krabbameini, um tú bara gevur tær stundir at venja eina ferð um vikuna. Tað er ein av niðurstøðunum í nýggjari gransking, sum granskarar í Onglandi hava gjørt, ið varð kunngjørd í vísindatíðarritinum, JAMA , í gjár. Fólk, sum bara venja eina tvær ferðir um vikuna, fáa ávísan ágóða av venjingini, sigur Gary O Donovan, høvuðsgranskari, sambært videnskab.dk Yvirskipað minkar vandin fyri at doyggja munandi millum fólkini, sum bara vandu um vikuskiftini, er ein av niðurstøðunum í nýggju granskingini. Tað er líkt til, at títtleikin og longdin ikki hevur so nógv at siga, í mun til at minka um vandan fyri ymisku sjúkunum, sigur Gary O Donovan. Føroysku heilsumyndugleikarnir mæla fólk til at røra seg ein hálvan tíma hvønn dag. Meira ítøkiligir eru myndugleikarnir í Føroyum ikki. Donsku heilsumyndugleikarnir hava bólkað almenna tilmælið í fýra ymiskar aldursbólkar. Sundhedsstyrelsen hevur eisini eitt serstakt tilmæli til barnakonur. Persónliga haldi eg, tað er hart , svarar Hans Erik Jacobsen, tyrluskipari, tá hann verður spurdur, hvussu tað kennist at fara út við bjargingartyrluni í ringum veðri. Leygardagin bjargaði hann 10 monnum úr lívsvanda, tá tað kom eldur í skipið Vesturland. Vesturland var staddur í Føroya Banka, tá eldurin kyknaði frammi í skipinum. Líkindini at flúgva vóru ring, men tyrluskiparin valdi kortini at fara avstað. Tað var so tjúkt í mjørka, at eg sá næstan ikki, hvar eg fleyg , fortelur hann. HOYR Teir bjargaðu tíggju monnum av brennandi skipi Eg fyrireiki meg mentalt Umframt tyrluskiparan vóru fýra bjargarar við, tá tyrlan fór eftir manningini umborð á Vesturlandi. Frá tí løtuni tá tú fært uppringingina, fyrireikar tú teg mentalt , fortelur Einar Vesturklett, sum er ein av teimum fýra bjargarunum. Støðan var vandamikil, tí eldurin breiddi seg skjótt og fleiri eksplosiónir vóru umborð á bátinum, meðan tyrlan hakk uppiyvir skipinum og dróg manningina upp. Alt verður upptikið Alt bjargingarátakið varð filmað við Go Pro myndatólum, sum vórðu fest á hjálmin hjá tí Einari Vesturklett, bjargara. Hetta er vanlig mannagongd hjá MRRC, sum er ein stytting av Maritime Rescue Co ordination Center og virkar saman við tyrlutænastuni hjá Atlantic Airways, tá bjargingarátøk skulu fremjast á sjónum. Í samband við útvarpssamrøðuna, sum Góðan Morgun Føroyar gjørdi í morgun við bjargarunum, hevur Kringvarpið fingið útflýggjað sjónbandaupptøkurnar frá bjargingini. Trýst á pílin omanfyri og síggj upptøkuna og partar av útvarpssamrøðuni Hvønn dag seta teir sítt egna lív í váða fyri at bjarga øðrum. Tað er ikki nakað, vit hugsa stórvegis um , eru tyrluskiparin og tyrlubjargin samdir um. Góðan Morgun Føroyar tosaði í morgun við Hans Erik Jacobsen og Einar Vesturklett, sum vóru við tyrluni, tá manningin umborð á tí brennandi Vesturland skuldi bjargast frá eldinum. VIDEO Soleiðis sá tað út, tá tyrlan bjargaði 10 monnum av Vesturlandi Vilja gera ein mun Tá teir verða spurdir, hví teir hava valt eitt starv, har teir seta sítt egna lív í vanda fyri at bjarga øðrum er svarið, at teir vilja gera ein mun. Eg havi eisini arbeitt 15 ár sum sløkkiliðsmaður, og mær dámar væl tankan um, at onkur er har, tá tú hevur tørv á tí , sigue Einar Vesturklett, bjargari. Hans Erik Jacobsen, tyrluskipari, hevur verið við til at ment tyrlutænastuna seinastu 22 árini til tað, hon er í dag. Eg geri tað útilokandi av tjóðskaparligum áðum. Vit kunnu ikki rópa okkum tjóð, um vit ikki eru før fyri at bjarga okkara fólkum , sigur hann. Hans Erik Jacobsen er ikki í iva um, at føroyingar høvdu verið munandi færri í tali, um tyrlutænastan ikki var so vælvirkandi, sum hon er. Hoyr samrøðuna omanfyri. Leggur tú lítið í eiturkoppar So ert tú helst ikki líka fegin, sum tríggir føroyskir serfrøðingar og ein danskari, sum hava leitað eftir eiturkoppum í Føroyum. Síðstu 15 árini hava teir fýra serfrøðingarnir verið runt og vent steinum í Føroyum, og teir hava ikki leitað til fánýtis. Tað sigur Jens Kjeld Jensen, við útvarpið. Serfrøðingarnir hava funnið 15 nýggj sløg av eiturkoppum í Føroyum. Sostatt eru nú til samans skrásett 114 sløg av ymiskum eiturkoppum í Føroyum. Eiturkopparnir eru komnir til Føroya við eitt nú plantum og gomlum bilum, men summir gera sær lokkanet, ið sýgur teir upp í luftina og detta seinni niður í Føroyum. Jens Kjeld Jensen, Dánjal Jespersen og Rodmund á Kelduni hava, í samstarvi við Jørgen Lissner, serfrøðing í eiturkoppum, samskipað skrásetingina av eiturkoppunum. Undanfarnar skrásetingar eru kannaðar av nýggjum. Bæði tær, sum eru kunngjørdar á listanum, og tær, ið finnast í søvnunum hjá Náttúrugripasavninum og høvundunum sjálvum. Vit hoyra fyrst fýra danskar vísur. Gullbrand Simonsen skipar í Leikum Fagurt. Prinds Christian, sum St. St Blicher yrkti. Vit hoyra Dansifrlag Kaggans og Tøkum Lætt kvøða. Jón Olsen skipar. Stærke Tidrik. Poul Johannes Johansen skipar í Tøkum Lætt. Og síðsta danska vísan er Kong Hans. Jóan Karl Danielsen skipar í Eysturoyar Dansifelag. Síðani hoyra vit trý kvæði Fyrst fer Dansifelagið í Havn at kvøða Runsvialsstríð. Niels á Velbastað skipar. Síðani kvøða sumbingar Virgars kvæði, sum Hans Mainhar Djurhuus yrkti. Bjarni Vesterg rd og Eli Poulsen skipa. At enda hoyra vit Regin Smið. Kristoffur Kristoffersen, í Skálum, skipar í Dansifelagnum í Havn. Í landbúnaðinum er vøksturin næstan 14 , meðan afturgongdin í ráevnisvinnuni var næstan 20 prosent. Men hetta eru smáar vinnugreinar, og tá er skjótt hvønn vegin. Tøl frá Hagstovuni vísa, at í størru vinnugreinunum í landinum er størsta framgongdin í alivinnuni. Í oktober høvdu 1.074 fólk sína høvuðsinntøku í alivinnuni. Hetta eru 88 fleiri enn fyri einum ári síðani. Vøksturin er 8,9 prosent. Eisini í kommununum er stórur vøkstur, nú arbeiða 248 fleiri í kommununum ella hjá ríkinum, sammett við oktober 2015. Ein av orsøkunum til vøksturin í kommununum man vera, at eldraøkið nú verður rikið av kommununum, skrivar Hagstova Føroya á heimasíðuni. Byggivinnan hevur eisini ein vøkstur upp á yvir 100 løntakarar. Í oktober starvaðust 1.894 fólk í byggivinnuni, tað eru 101 fleiri enn sama tíðarskeið árið fyri. Hetta er 5,6 prosent í vøkstri. Í fiskivinnuni er ein afturgongd í talinum á løntakarum. 26 færri fingu sína inntøku frá fiskiskapi, 34 færri frá sjóflutningi og 70 færri frá fiskavøruídnaðinum. Afturgongdin er millum 1,7 og 4,7 prosent. Ein neyv kostnaðarmeting skal gerast fyrst, áðrenn Løgtingið verður biðið um pengar. Hetta hevur Landsverk víst á í nógv ár. Nú sigur Henrik Old, landsstýrismaður, tað sama í svari til Hilbert Elisson, løgtingsmann. Hilbert Elisson spurdi, um landsstýrismaðurin hevur nakra ætlan um at broyta háttin at stýra byggiverkætlanum, sum Løgtingið hevur samtykt við verklagslóg. Henrik Old sigur, at sambært kunngerð um íløgujáttanir skal verklagslóg vera samtykt og játtan tøk, áðrenn farið verður undir at byggja. Men ikki fyrr enn arbeiðið er boðið út og tilboðini eru komin, ber til at siga, hvussu nógv byggingin kostar. Ofta samsvara játtan og kostnaður ikki. Høvuðsorsøkin til ósamsvarið er, at verklagslógir verða gjørdar, áðrenn ein faklig kostnaðarmeting er gjørd, sum byggir á veruligu krøvini til verkætlanina. Dømi eru um, at kostnaðarmetingar, sum verða gjørdar, áðrenn forprosjektið er gjørt, eru upp í helvtina bíligari ella dýrari enn veruligi kostnaðurin er. Glasir er dømi um ósamsvar millum byggikostnað og játtanarkarm. Verklagslógin varð samtykt politiskt, og kostnaðarætlanin varð fastløgd, áðrenn byggiskráin, sum lýsir krøv, ynski og tørv hjá ánaranum og brúkaranum, varð gjørd. Játtanin til bygging hjá landinum má fyrst og fremst byggja á byggifakligar metingar og ikki vera grundað á eina politiska avgerð, sum bara hevur atlit at fíggjarlógini. Henrik Old mælir til, at pengar verða játtaðir í fíggjarlógini, so verkætlanin kann fremjast uttan steðg yvir fíggjarár, at játtan og bygging fylgjast til liðugt er at byggja. Sagt verður, at talan hjá Barack Obama í nátt okkara tíð var einum av bestu talum hansara, talan varð send beinleiðis í amerikonskum sjónvarpi. Undangongumenn hansara, Bill Clinton og George Bush, hildu báðir sína fráfaringatalu í Hvítu húsunum, men Barack Obama helt sína í stórari ráðstevnuhøll í Chicago, har pláss er fyri 20.000 áhoyrarum. Barack Obama nam ikki bara við politikk í røðuni, hann helt í nátt. Konan, Michelle Obama, fekk eina serliga heilsan og tøkk frá Obama, sum hevur níggju dagar eftir í embætinum. Tey síðstu 25 árini hevur tú ikki bara verið kona mín og mamma børn míni. Tú hevur eisini verði mín besti vinur, segði Obama millum annað í røðuni í nátt. Meðan talan hjá undangongumonnunum vardi í 15 minuttir, vardi talan hjá Obama í slakan tíma. Í talu síni legði hann dent á, at hann í dag er bjartskygdari enn hann var, tá hann vann forsetavalið á fyrsta sinni í 2008. Barack Obama tosaði um viðrið í amerikanska frælsinum, og hann mælti amerikanarum til framvegis at luttaka í politisku tilgongdini, at arbeiða fyri frælsi og framburði, og at trúgva uppá tað. Stjórin fyri amerikonsku fregnartænastuna, FBI, hevur kunnað komandi amerikanska forsetan, Donald Trump, um, at Russland sigur seg hava vitan, ið kann brúkast móti Trump. Bæði Donald Trump og Barack Obama eru kunnaðir um eina frágreiðing, sum er tvær síður long, um, at Russland hevur eymar upplýsingar um komandi og eisini um fráfarandi amerikanska forsetan, sigvur CNN. Tað er tó ikki greitt, hvørja vitan, talan er um. FBI skal hava fingið kunnleika um hetta í august í fjør, men nústani er keldan, ið kom við upplýsingunum, mett at verða álítandi. Greinin heldur fram niðanfyri. Tað er eitt fyrrverandi starvsfólk hjá bretsku fregnartænastuni, sum kom fram á upplýsingarnar í sambandi við arbeiðsuppgávur undir amerikanska forsetavalinum. Uppgávan hjá starvsfólkinum var at útvega upplýsingar um mótvalevni. Longu undan forsetavalinum varð tosað um, at Russland hevði eymar upplýsingar um Trump, men tað er ikki fyrr enn nú, at tær eru mettar at vera álítandi. Donald Trump sjálvur sýtir fyri at trúgva hesum. Á Twitter skrivar hann Følsk tíðindi. Ein fullkomin politiskt heksajagstran, skrivar NTB tíðindastovan. 11 ráðharrar vera í nýggju íslendsku stjórnini, sum tekur við í dag. Bara tveir ráðharrar hjá Sjálvstæðisflokkinum, sum vóru í gomlu stjórnini, halda fram. Trý teirra hava heldur ikki verið í altinginum fyrr, so tey eru heilt nýggj í politikki. Sjey ráðharrar eru menn, og fýra eru kvinnur. Tey komu til Tailand 1. januar. Tveir teir fyrstu dagarnar regnaði ikki so illa, men síðani hevur oyst niður dag sum nátt. Bjørg og sjeikurin búgva á nýggjum hotelli, sum tolir veðrið, men nógv er oyðilagt har um leiðir. Tey lokalu eru í døpurhuga, og eingi ferðafólk koma til vælumtókta feriustaðið. Myndugleikarnir siga, at túsundtals býlingar eru oyðilagdir, mong eru særd, og fleiri deyð. Tað hevur ikki regnað so illa í Tailandi í 30 ár. Í sendingini hesa ferð hoyra vit Keith Jarrett Trio spæla standardar av plátuni Bye Bye Blackbird, sum varð innspæld í Power Station studio í New York í 1991. Plátan varð gjørd til minnis um Miles Davis, ið doyði tað árið og hon varð síðani útgivin á ECM Records í 1993. Lagt til rættis Arnold Ludvig. Alzheimer sjúklingar, sum eru yngri enn 67 ár, sleppa nú á røktarheim. At avgerðin er tikin um, hvør hevur ábyrgdina av yngri fólki við Alzheimer, hevur stóran týdning bæði fyri tey og fyri teirra avvarandi, sigur Elin Tausen, nevndarlimur í Alzheimerfelagnum. Tí tað nervar ikki keypararnar tað minsta, at bilverksmiðjan svikaði við tølum fyri útlát, og at starvsfólk í fyritøkuni eisini eru fongslað . Volkswagen hevur nú yvirhálað Toyota, og Volkswagen framleiðir nú flestar bilar í øllum heiminum. Tað skrivar tíðindastovan, Reuters . VW seldi til samans 10,3 milliónir bilar í 2016. Tað kom fram, tá bilverksmiðjan týsdagin legði sølutølini fyri 2016 fram á høvuðsskrivstovuni í Týsklandi. Toyota kom beint í hølunum á Volkswagen. Toyota framleiddi í fjør til samans 10,09 milliónir bilar. Tað er nakað minni enn Toyota hevði roknað við í 2016. Sonevnda Dieselgate dálkingargølan byrjaði í 2015, tá tað kom undan kavi, at Volkswagen hevði svikað við tølunum fyri, hvussu nógv bilarnir dálka. Miriam, Anna Petra, Bogi, Venningsted og Jógvan greiða frá evnisarbeiði, sum tey hava havt í Sands skúla. Tey hava lært eina rúgvu um ljóð, litir og árstíðir. Tey hava verið nógv úti í náttúruni og so spældu tey eisini sjónleik. Men bara ein brotpartur av teimum, sum fáa tilboð um hægri lesnað á Fróðskaparsetrinum, fullføra útbúgvingina og fáa prógv í hondina. Á nøkrum útbúgvingum koma tey flestu ígjøgnum og fáa prógv, á øðrum kemur bara ein lítil brotpartur ígjøgnum. Tað vísir eitt yvirlit, Løgtingið fekk undir fíggjarlógarviðgerðini stutt fyri jól. Í grafikkinum niðan fyri sært tú, hvussu nógv fólk ávikavist vórðu upptikin og hvussu nógv fingu prógv á Fróðskaparsetrinum frá 2011 2016. Tølini skulu takast við ávísum fyrivarni. Ymiskt er, hvussu nógv eru upptikin frá ári til ár, og har útbúgvingarnar eru uppraðfestar síðstu árini, ganga nøkur ár áðrenn nýggju næmingarnir koma ígjøgnum skipanina. Av somu orsøk fáa tølini ikki ávaringarlampurnar at blinka hjá rektaranum á Fróðskaparsetrinum. Men Sigurð í Jákupsstovu ásannar, at á summum útbúgvingum er fráfallið alt ov stórt. Tað sigur rektarin á Fróðskaparsetri Føroya í sendingini, Radarin, sum vit senda í útvarpinum seinnapartin klokkan 17 05, har tú kanst hoyra meira um evnið. Sambært tølunum hjá Fróðskaparsetrinum vóru 450 lesandi á Setrinum í 2011, í dag er talið 1.000. Fróðskaparsetrið hevur ikki ein greiðan málsetning fyri, hvussu stórt fráfallið í mesta lagi má vera. 20.maj 2016 varð Elin Heðinsdóttir Joensen vald til forseta í Ítróttasambandi Føroya. Hon er samstundis fyrsti kvinnuligi ÍSF forsetin. Ein meirluti í Løgtinginum gjørdi av 29. apríl í fjør, at samskynd skuldu sleppa at giftast. Men ein treyt varð sett fyri, at lógin kundi koma í gildi ein regla um signing av borgarligum vígslum skuldi takast úr hjúnabandslógini fyrst. Hjúnabandslógin er donsk, og tí skuldi Fólkatingið endaliga samtykja, at samkynd kunnu giftast í Føroyum. Men viðgerðin av uppskotinum steðgaði í danska embætisverkinum áðrenn tað slapp fyri Fólkatingið. Gamaní er hjúnabandslógin donsk, men fólkakirkjan er føroysk, og tí kunnu bara føroyingar avtaka signingina av borgarligum vígslum, vildu donsku embætisfólkini vera við. Kjak tók seg síðani upp millum Mentamálaráðið og Løgmansskrivstovuna. Løgfrøðingarnir í Mentamálaráðnum siga, at hóast fólkakirkjan otar seg inn í hjúnabandslógina, við at lova signing til borgarliga vígd hjún, skal spurningurin avgreiðast í Danmark, tí hjúnabandslógin er donsk. Løgmansskrivstovan tók hinvegin undir við dønum. Fólkakirkjan er føroyskt málsøki, og tí skal spurningurin um at avtaka signing av borgarligum vígslum úr hjúnabandslógini avgreiðast í Løgtinginum. Hann tekur ikki undir við Mentamálaráðnum, at spurningurin skal avgreiðast í Danmark. Tí hevur Rigmor Dam loksins sent eitt uppskot um, at reglan skal strikast frá Mentamálaráðnum til almennar hoyringar. Uppskotið er eisini sent beinleiðis til ummælis hjá Heilsu og Innlendismálaráðnum, biskupi, prestafelagnum og felagnum fyri kirkjuráðslimir, áðrenn tað fer til viðgerðar í Løgtinginum. Andstøðuflokkarnir, Nýtt Sjálvstýri, Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin, siga allir, at einki er flutt síðani flokkarnir fóru at tosa um fiskivinnunýskipanina. Landsstýrismaðurin hevur tosað um ymiskar leistar, sum at byrja við sindur av uppboðssølu, men sum frálíður skal allur fiskur seljast á uppboðssølu. Og tað vil andstøðan ikki. Hósdagin skal Fólkaflokkurin á fund við Høgna Hoydal um fiskivinnunýskipanina. Men flokkurin hevur einki uppskot at leggja fyri landsstýrismannin, sigur Jørgin NIclasen, formaður í Fólkaflokkinum, við útvarpið. Sambandsflokkurin fer á fund við Høgna Hoydal seinnapartin um fiskivinnunýskipanina. Magni Laksafoss, tingmaður, sigur, at flokkurin í dag væntar at fáa at vita, hvat samgongan ætlar á fiskivinnuøkinum. Tíðin rennur undan, tí uppskotið um fiskivinnunýskipanina skal latast Løgtinginum seinast í februar. Sambandsflokkurin hevur handað Høgna Hoydal sítt uppskot til fiskivinnunýskipan, sum flokkurin kunngjørdi nakað fyri jól. Miðflokkurin hevur boðað frá, at flokkurin ikki vil halda fram við at umrøða fiskivinnunýskipanina, uttan so, at flokkurin verður partur av samgonguni. Tað verður hann ikki, og tí hevur Miðflokkurin ikki fingið fundarboð. Í dag eru 1000 lesandi á Setrinum tað er tvífalt so nógv sum í 2011. Fróðskaparsetrið hevur sett sær sum mál, at í 2024 skulu í minsta lagi 1500 fólk lesa á Setrinum. Tankin er, at lesur ungdómurin í Føroyum, heldur enn í øðrum londum, so eru størri sannlíkindi fyri at tey eisini seta búgv her og gerast partur av føroyska samfelagnum. Men stutt fyri jól meðan Løgtingið legði síðstu hond á fíggjarlógararbeiði fyri 2017 komu onnur tøl á borðið, sum skøva myndina av Fróðskaparsetrinum. Løgtingið vildi hava eitt yvirlit yvir, hvussu nógv lesandi hava staðið endaligu royndina síðstu fimm árini, í mun til tey sum eru upptikin til útbúgvingarnar. Turru tølini vísa, at bara ein brøkpartur av teimum, sum fáa tilboð um at nema sær útbúgving á Fróðskaparsetrinum, koma ígjøgnum lestnaðin og fáa prógv í hondina. Borgarar í Kaldbak fara nú at kæra avgerðina hjá yvirfriðingarnevndini um at góðkenna ætlanina hjá Tórshavnar kommunu, um at brúka grót til at útbyggja vinnuøkið á Sundi. Viðgerðin hjá friðingarnevndini er ikki nøktandi, halda tey. Skipanin lesur boardingkort fráferðarkort hjá ferðafólkunum. Higartil hava trygdarfólk á flogvøllinum avgreitt fráferðarkortini. Í floghavnini eru tveir skannarar til boardingkort. Hetta samsvarar við okkara menningarætlan, har arbeitt verður fram ímóti at hava framkomnar skipanir, sum tryggja ferðafólkunum skjóta og lætta avgreiðslu á flogvøllinum, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága floghavn. Føroyskar bygdir hava síni sereyðkenni. Í ár 2000 vitjaði sjónvarpið í tveimum bygdum. Fyrst var farið til Nólsoyar, har Ólavur Rasmussen pikkar á dyrnar og hittir bæði ung og eldri á máli um viðurskifti, sum viðvíkja hesi lítlu bygdini. Nólsoyar bygd liggur so tætt við høvuðsstaðin, men hóast tað, so hevur bygdin megnað at varðveitt síni sereyðkenni. Tosað verður við fólk um mangt og hvat um bygdalív, skemt, bygdamentan og brygging. Millum annað vitjar hann Emil Thomsen, sála, sum ger sjáldsamar knívar og Nólsoyar Sangkór undir venjing. Eisini fortelur Ólavur søgur og sagnir um Nólsoy. Lagt til rættis Ólavur Rasmussen Í fjórða útbjóðingarumfari eru leiðir eystanfyri Føroyar og í landssynning úr Føroyum. Økið er slakar 32.000 ferkilometrar. Tað er við Hetlands rennuna. Síðani 2000 eru boraðir níggju kanningarbrunnar í føroyska landgrunninum. Harafturat eru trý vísindalig borihol og meira enn 150 grunn borihol. Eitt annað lógaruppskot, sum Vinnumálaráðið hevur sent til hoyringar, skal loyva oljufeløgum at leingja loyvið fýra ár í staðin fyri tvey ár í senn, sum galdandi lóg sigur. Tað hevur vakt ans, at danski skattmálaráðharrin, Karsten Lauritzen, hevur sagt, at tað loysti seg hjá stjórnini at keypa ein grønlending, sum hann tók til, at tryggja stjórnini meiriluta. Í Dagblaðnum Holstebro Struer verður Karsten Lauritzen endurgivin fyri at siga, at søgan vísir, at tað altíð er ein fólkatingslimur, sum í valskeiðnum fer upp í annan flokk, og so hevur stjórnin ikki meiriluta. Grønlendska fólkatingskvinnan, Aleqa Hammond, hevur lovað, at hon fer ikki at atkvøða ímóti stjórnini, tí hon fekk formansessin í Grønlandnsvendini afturfyri. Hon sigur, at hon er ikki bilsin av málburðinum hjá skattamálaráðharranum, tí grønlendingar í Danmark eru fyri mismuni, bara tí teir eru grønlendingar, sigur Aleqa Hammond. Sjálvandi er eingin keyptur ella seldur. Hetta er eitt kent mál um fyrilit fyri parlamentarisku støðuni, men tað gevur mær ikki rætt til at málbera meg so. Eg harmist, um eg havi rakt onkran, tað var ikki meiningin, sigur Karsten Lauritzen í skrivligari viðmerking. Landsstýriskvinnan í almannamálum, Eyðgunn Samuelsen, fer at biðja løgtingið um pengar til at umvæla Eirargarð 14 og 16, sum eru bústovnar hjá fólki, ið bera brek. Bústaðirnir eru í so ringum standi, at fyri einum ári síðani vórðu tey, sum har búðu, flutt í bráðskundi, tí bæði soppur og leki vórðu staðfestir Í hálvan annan tíma stóð eg í Sjónleikarhúsinum og lat meg traktera av eini sannari flóðaldu av ljóði og ljósi litríka ljósshowið var í serflokki og rakti ekstravaganta huglagið í tónleikinum við blóðreyðum ljósaldum, sum snaraðu seg og tvinnaðust saman við tónleikinum. Aðrastaðni var huglagið blátt og stórbært og í meira ógvusligum brotum vóru vit púrasta tikin á bóli av einum framúrskarandi lasaraljósshowi. Tað hevur vakt ans, eisini uttanlands, at nýggi forsætisráðharrin í Íslandi, Bjarni Benediktsson, er nevndur í Panamaskjølunum eins og undanmaður hansara, Sigmundur Davíð Gunnlaugsson, sum noyddist at leggja frá sær tveir dagar eftir, at Panamaskjølini vórðu kunngjørd. Bjarni Benediktsson var fíggjarmálaráðharri í undanfarnu stjórn, men hann noktaði at fara úr starvinum, hóast onkrar veljarakanningar søgdu, at tað átti hann at gjørt. The Washingt on Post skrivar, at Sigmundur Davíð Gunnlaugsson noyddist at leggja frá sær, tí hann varð nevndur í Panamaskjølunum. Nú hevur Ísland fingið ein annan forsætisráðharra, sum eisini er nevndur í Panamaskjølunum. Bjarni Benediktsson bíðaði eisini við at almannakunngera eina frágreiðing um Panamaskjølini til eftir altingsvalið 29.oktober, hóast hann fekk hana nakrar vikur fyri valið, og fjølmiðlar bóðu um frágreiðingina. Burmeister og Wain Scandinavian Contractor, stytt BWSC, í Allerød í Danmark hevur skrivað undir avtalu fyri 200 milliónir krónur um eitt 37 MW orkuverk, sum skal byggjast upp í el verkið á Sundi. Í 1983 og 1987 setti BWSC upp tveir tveytaks motorar á Sundi, og teir eru framvegis grundalagið undir streymveitingini í meginøkinum. Ytru múrarnir verða klæddir við gróti, og flag verður lagt á tekjuna, tí grót og flag krevja lítið og einki viðlíkahald. Tey halda leingi og bjálva væl fyri ljóði. Volkswagen er dømt í málinum, sum er reist móti felagnum í USA. Revsingin er hin størsta, sum ein bilframleiðari hevur fingið í USA nakrantíð. Í fleiri ár hevur Volkswagen marknaðarført sínar bilar sum umhvørvisvinarligar. Men kanningin vísur, at tað eru teir ikki. Hundrað túsund tals bilar eru seldir í USA, og teir hava pumpað út stórar nøgdir av nitrogen oksid út í luftina. Tað er upp í 40 ferðir meira enn loyvt er. Harumframt høvdu bilarnir telduskipan, sum fjaldi útlátið, segði Loreta Lynch, ríkisadvokatur, á tíðindafundi. Volkswagen róði týsdagin framundir, at felagið var á gáttini til at gera semju við amerikanskar myndugleikar í málinum, og tað er eisini váttað í Washington í gjár. Volkswagen og USA eru samd um, at bilframleiðarin skal rinda 4,3 milliardir dollarar fyri svik við útláti av dálkandi evnum frá dieselbilum. Í okkara peningi er bótin 30 milliardir krónur. Hetta kemur aftrat teimum 17,5 milliardum dollarunum, sum Volkswagen longu hevur játtað at rinda bileigarum og bilasølum, og fyri umhvørvisupprudding. Tað var í september í 2015 at amerikanskir umhvørvismyndugleikar avdúkaðu svik í 11 milliónum bilum frá týska bilframleiðaranum, Volkswagen. Í dieselbilarnar var sett ein telduskipan, sum tá bilurin var til eftirlit, vísti, at bilurin als ikki dálkar so nógv, sum hann í veruleikanum gjørdi. Arbeiðsumstøðurnar og inniluftin í bygninginum hjá Sjóvinnustýrinum í Vágum eru so vánalig, at starvsfólk leita eftir nýggjum starvi. Hann sigur, at umstøðurnar eru so vánaligar, at tað er burturvið, at ein eftirlitsstovnur sum Sjóvinnusyrið skal hava eftirlit við øðrum, tá stovnurin sjálvur hevur so ringar hølisumstøður. Tað er torført at fáa gerandisdagin at hanga saman, tá vit skulu lata børn inn á trimum ymsum stovnum , sigur Rebekka Dahl, sum kennir alt til trupulleikan við vøggustovutrotinum í Tórshavnar kommunu. Tá Rebekka Dahl í næsta mánaða byrjar at arbeiða eftir barnsburðarfarloyvi, skulu hon og maðurin hvønn morgun lata síni fýra børn inn á trimum ymsum dagstovnum í Havn. Og aftaná arbeiðstíð skulu tey somuleiðis koyra runt til tríggjar ymsar stovnar fyri at fáa børnini heim. Eg sakni, at kommunan hugsar um langtíðarráðlegging, tí hetta stressar okkum sum familja , sigur hon. Vit gera okkara besta Vit gera alt, vit kunnu, fyri at nøkta tørvin, men vit kunnu ikki syrgja fyri, at øll foreldur fáa síni børn inn á júst tann stovnin, tey ynskja , sigur Beinta Dalbø, leiðari fyri barna og ungdómsdeildina hjá Tórshavnar kommunu. Á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu stendur, at kommunan strembar eftir at fáa systkin inn á sama stovn, men hesa uppgávu heldur Rebekka Dahl ikki, at kommunan røkir nóg væl. Tað er ikki ein luksustrupulleiki. Veruleikin er tann, at vit hava tríggjar dagstovnar tætt við har vit búgva, men sonurin hjá okkum sleppur ikki inn á nakran av teimum , sigur hon. Tá eg ringdi til kommununa seinast, fekk eg at vita, at sonurin hjá mær stendur sum nummar tvey á listanum til at sleppa inn á sama stovn, har beiggi hansara gongur. Frammanfyri hann er eitt barn, sum einki systkin hevur á tí stovninum , leggur hon afturat. Fleiri í somu støðu Rebekka Dahl er ikki einsamøll um trupulleikan. So nógv børn standa á bíðilista til vøggustovu, at Tórshavnar kommuna nú setur á stovn eina fyribils vøggustovu. Hetta tilboðið er til tey foreldrini, sum bíða eftir einum plássi. Men vit kunnu ikki vissa tey um, at tey fáa júst tað plássið, tey ynskja sær , sigur Beinta Dalbø. Fyribilsvøggustovan opnar 1. februar á Reyni í Havn, har 12 børn fáa pláss. Ætlanin er, at nýggi stovnurin hevur opið inntil august. Góðan Morgun Føroyar hevur verið í samband við fleiri foreldur, sum eru ávirkaði av vøggustovutrotinum. Hoyr samrøðu við Rebekku Dahl og Beintu Dalbø omanfyri. Hans Jóhannus á Brúgv, stjóri, viðurkennir, at tørvur er á nýggjum hølum, tí umstøðurnar í bygninginum yvir av flogvøllinum eru vánaligar. Men hann skal ráðføra seg fyrst við Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum, áðrenn kvoturnar verða kunngjørdar. Og tað fer hann at gera klokkan eitt í morgin. Í Sands skúla hava tey havt evnisarbeiði um sagnir. Vit hoyra tey greiða frá søgnini um Kálv Lítla. At enda hoyra vit brot úr kvæðnum Harra Pætur og Elinborg, vit hoyra Klaksvíkar Dansifelag. Føroya Symfoniorkestur byrjaði leikárið 2017 við Nýggjárskonsertini Eirikur Skála og Ólavur Jakobsen ummæla verk, solistar, orkestur og kór. Spennandi skaldsøguhandrit eftir William Heinesen er endurfunnið vit tosa við Berg Mobert Rønne, sum hevur lisið handritið. Eivør hevði upptøkukonsert um vikuskiftið vit vóru í Sjónleikarhúsinum. LISA fyllir 35 vit tosa við verandi og fyrrverandi nevndarlimir um framtíðarvónir og endamál. Vit leggja okkum eftir at hava eitt afturvendandi tiltak í góðum kørmum. Dómarar, speakari í høllini, og fótbólturin verður stroymdur. Lagt verður upp til tekniskt gott spæl, og tað er ikki vist, at teir spælararnir, sum eru teir bestu uttandura eisini eru tað innandura. Sambandsflokkurin fekk í gjár at vita frá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, hvussu hann hugsar sær, at fiskivinnunýskipanin skal síggja út. Men fleiri spurningar eru framvegis ógreiðir, og tí fer Sambandsflokkurin at umrøða tað, sum kom burturúr fundinum, og fer síðani at fáa landsstýrismannin at útgreina ivamálini. Verkið Nordika eftir Sunleif Rasmussen varð framført á fyrsta sinni í Føroyum. Eitt minni ensamble framførdi krevjandi verk eftir Atla K. Petersen. Solistar hesaferð vóru Sergei Semishkur, Tóra Vestergaard og Kristina Thede Johansen. Vit umrøða verk, orkestur, solistar, kór og framleiðslu. Ummælarar eru Ólavur Jakobsen, gittaristur, og Eirikur Skála, stjóri í Musikkskúlanum í Vágum. Men Tvøroyrar kommuna vil hava Sernám at vera á Tvøroyri. Ta avgerðina hjá gamla býráðnum staðfesti nýggja býráðið einmælt mánakvøldið. Vágs kommuna fann Sernámi annað høli, gamla SEV húsið, sum kommunan eigur. Har standa innbúgv og kassarnir við journalunum hjá Sernámi. Men tey arbeiða ikki har. Tvøroyrar kommuna vil hava Sernám til Tvøroyrar, tí har eru Barnaverndin, ergoterapi og fysioterapi fyri børn, og eftir 1.august í ár vera skúlatilboðini hjá Sernámi, sum nú eru á Tvøroyri og í Vági, øll á Tvøroyri, sambært Tvøroyrar býráði. Tær sjey kommunurnar í Suðuroynni býta raksturin hjá Sernámi í oynni millum sín. Útreiðslan er ikki stór. Hjá Tvøroyri, sum er størsta kommunan í oynni, er hon 34.000 krónur um árið. Borgarstjórin í Vági skrivaði beint fyri jól til allar kommunurnar í Suðuroyni og bað tær taka undir við, at Sernám verður verandi í Vági. Fýra kommunur hava játtað, sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vági. Hetta eru kommunurnar sunnanfyri í oynni. Hann hevur ikki frætt frá kommununum norðanfyri. Seks ár eru farin, síðan Eivør seinast tók upp frá konsertum. Við trimum konsertum hetta vikuskiftið legði Eivør lunnar undir eina útgávu við live tónleiki, har hon spæli løg frá seinastu trimum fløgunum, sum hon hevur útgivið. Vit práta við Eivør um hennara ætlanir við fløguni og framtíðini Seinnapartin veksur hann vindin upp í storm av norði og útnyrðingi, í eystara parti av landinum verður hvassur stormur við hørðum hvirlum. Forkunnugt og spennandi handrit er komið undan kavi. Bókmentafrøðingurin Bergur Rønne Moberg hevur endurfunnið og lisið Baalet frá 1936 eftir William Heinesen. Vit tosa við Berg um hvønn týdning funna handritið hevur fyri bókmentagranskingina og fyri fatanina av tí stríði William Heinesen hevði at gerast viðurkendur skaldsøguhøvundur Listafólkasamband Føroya fyllir 35 ár. Marita Dalsgaard, Guðrið Poulsen, Jóhan Martin Kristiansen, Súsan í Jákupsstovu og Ingi Joensen greiða frá byrjanini av Lisa, framtíðarvónir og endamál Vit gera nú eina ætlan og raðfesta, hvussu vit fáa sett upp neyðstreymsskipanir á øllum okkara heimum og stovnum í Heilsu og umsorganartænastuni. Byrjað verður á Boðanesheiminum, har arbeiðið verður sett í gongd beinan vegin, meðan ein ætlan fyri hinar bygningarnar verður gjørd, sigur Annika Olsen. Fleiri bústovnar í Tórshavnar kommunu vórðu raktir av streymsliti um jóltíðir, og bara á teimum heimum, har neyðstreymsskipan er sett upp, vóru ljós og hiti. Men fleiri eldrabústovnar lógu í myrkri í fleiri tímar. Hetta skapar sum vera man stóran ótryggleika bæði fyri húsfólkini, starvsfólkini og tey avvarðandi, sigur borgarstjórin. Tað er á ongan hátt trygt, um fólk ikki kunnu fáa ta hjálp, sum el rikin hjálpitól geva teimum, og tað er á ongan hátt trygt, um starvsfólk skulu leita eftir óhjálpnum húsfólki í bølaniðu. Tryggleikin skal setast í hásætið, og kommunan hevur tí sett sær fyri, at hetta skal ikki henda aftur, sigur Annika Olsen, borgarstjóri. Við at kanna kjarnuroyndirnar, kunnu vit siga, nær seyður og harvið eisini fólk komu til Føroyar, sigur professarin í jarðarvísindum Raymond Bradley. Tey hava borað tríggjar metrar niður í fimm ymisk vøtn í Føroyum, Eiðisvatn, Saksunarvatn, Sandsvatn, Gróthúsvatn og Stóravatn, umfram at ein kjarnuboring varð gjørd í Tjørnuvík. Niðast í hesum kjarnuboringum finna tey eitt tjúkt øskulag, sum kann tíðarfestast til at verða 10.300 ára gamalt. Hetta er eitt kent øskulag, rópt Saksunarvatnøskulagið, sum finst um alt evropa, og varð fyri fyrstu ferð funnið í Føroyum. Hann hevur fingið íblástur til hesa granskingarverkæltan, frá yvir 40 ára gomlu umstríddu ástøðini, hjá plantufrøðinginum Jóhannesi Johansen, ið segði, at fólk var í Føroyum ár 2300 fyri Kristi føðing. Jóhannes bygdi sítt ástøði, við at kanna sáði frá jóansøkugrásið, ið sigst at spreiða seg við húsdjórum og fólkið. Hann kundi staðfesta, at jóansøkugras kom til Føroyar fleiri túsund ár fyri landnám, og harvið eisini húsdjór og menniskju. Enn kunnu vit onki siga, men longu nú síggja vit okkurt áhugavert í kjarnuroyndunum, sigur Raymond Bradley, ið vónar, at kunna koma við úrslitum einaferð seinni í ár. Tað sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í sjóvinnumálum, nú staðfest er, at eingi egnað høli eru í Vágum til virksemið hjá Sjóvinnustýrinum. Hoyr Árna Jacobsen, økisleiðara á Landsverki, og Marina Gaardlykke, ferðslusamskipara á Strandferðsluni, í útvarpstíðindunum klokkan 15. Til dømis fiskaði Váðasteinur 84.000 pund fyrsta dagin, og í dag hevur hann boðað frá 60.000 pundum. Hann hevur tí fingið 144.000 pund, 72 tons, í tveir dagar. Tað er rættiliga góður fiskiskapur. Mælt verður frá at koyra um Sandavágsháls, á Vestmannavegnum, Oyggjarvegnum, Gjáarvegnum og Oyndarfjarðarvegnum, og til Selatraðar. Givið verður at grava klokkan 19 á hesum støðum. Annars verður givið at grava klokkan 21 í kvøld. Lurta eftir samrøðuni við Árna Jacobsen, ið var í tíðindum klokkan 16 Vit hora Dansifelagið í Havn kvøða Tístrams tátt. Sigmund í Hoyvík skipar. Gøtufólk kvøða Tá eg verði stórur. Jóan Pauli skipar. Josvá Rasmussen skipar Gáturímuna í Eysturoyar Dansifelag. Og at kvøða sumbiarkvinnur Frisk op. Betty Poulsen skipar. Løgreglan mælir frá óneyðugari koyring í Havn, tí koyrilíkindini eru so vánalig. Lurta eftir, hvat Kristian Martin Joensen, vakthavandi á Politistøðini í Havn, segði í tíðindum klokkan 17. Tað er ikki koyrandi millum Kollafjørð og Hósvík og í Millum Fjarða í løtuni, har standa fleiri bilar fastir. Aðrir vegir eru eisini stongdir. Lurta eftir hvat Árni Jacobsen, økisleiðari hjá Landsverki, segði í tíðindum klokkan 17. Tað var tá kokkurin fór eftir matinum, sum hann skuldi haggreiða til manningina umborð á Vesturadali, at hann varnaðist royk, leygardagin við hálvgum tólv tíðina. Vit eru nógv, sum ganga inn fyri ríkisfelagsskapinum, men tey, sum eru ímóti eru tey, sum hoyrast best, sigur Rasmus Jarlov, sum var millum tey, ið gingu kyndlagongu fyri ríkisfelagsskapinum í dag. Vesturland, sum eldur var í fyrr í vikuni, hevur slitið endarnar, og er nú bara bundin við einum enda, men vaktarskipið Tjaldri er á staðnum. Kristian Martin Joensen, vakthavandi á Politistøðini í Havn, segði soleiðis í tíðindasendingini klokkan 19. Vánalig koyrilíkindi vóru í Havn seinnapartin, og Sløkkiliðið í Havn hevur hjálpt fleiri bilum, ið vórðu fastir í kavanum. Petur Vágsgarð, átaksleiðari, segði soleiðis í útvarpinum klokkan 19 í kvøld. Vesturland, sum liggur á Skála, sleit fyrr í kvøld fleiri endar, og Tjaldrið bíðar nú eftir líkindum, so teir kunnu seta enda á Vesturland. Veðrið versnaði nakað aftur við 21 tíðina í kvøld, og tað hevur seinkað arbeiðið hjá Landsverki at fáa allar bilarnar leysar, sigur Árni Jacobsen Enn standa bilar fastir á Sandavágshálsi og Velbastaðvegnum, og tað leggjast bara bilar aftrat. Tað sigur Árni Jacobsen økisleiðari á Landsverki. Hann lovar, at Landsverk ikki gevst fyr náttina fyrr enn øll eru sloppin leys av kavanum. Summi eru illa fyri eftir at hava sitið í køldu bilunum so leingi, og tað er avgerandi, at tey ikki sløkkja bilin, sigur Árni Jacobsen. Sløkkja tey bilin, kann tað vera ringt at starta hann aftur, og tað er týdningarmikið at halda hitanum. Fólk skulu eisini vera sitandi í bilinum og ikki fara til gongu, sigur Árni Jacobsen. Tað hevur gingið strilti hjá Landsverki at fáa allar bilarnar leysar, millum annað tí at ein gravimaskina hjá Landsverki fór útav vegnum. Tað er ringt at sleppa framat, millum annað tí at kavin er ein metur tjúkkur, sigur Árni Jacobsen Tað er óstøðugt samband í Fugloy og Svínoy bæði tá tað kemur til internet, fartelefonsamband og fastnet, sigur stjórin í FT Net Páll Vesturbúð. Løgreglan hevur verið í samband við fólk í Kirkju sum siga, at einki telefonsamband var í ein tíma um tað mundi at streymurin fór í Kalsoynni og á Kunoynni. Tað er óstøðugt samband í Fugloy og Svínoy bæði tá tað kemur til internet, fartelefonsamband og fastnet, sigur stjórin í FT Net Páll Vesturbúð. Løgreglan hevur verið í samband við fólk í Kirkju sum siga, at einki telefonsamband var í ein tíma um tað mundi at streymurin fór í Kalsoynni og á Kunoynni. Klokkan var farin av midnátt í gjárkvøldið, áðrenn tað eydnaðist Landsverki at fáa tey seinastu fólkini, sum sótu føst í bilunum, úr bilunum. Vesturland, sum liggur á Skála, sleit allar endar, uttan ein, í illveðrinum í gjár. Men í gjárkvøldið fekk Tjaldrið Vesturland aftur at bryggju. Í brævi til forsætisráðharran, har sum løgmaður ynskir Bjarna Benediktssoni hjartaliga til lukku við nýggja embætinum og góða eydnu við nýggju stjórnini, sigur Aksel V. Johannesen, at hann fer til Íslands flaggdagin 25.apríl. Um tað liggur fyri, hevði tað glett meg at hitt teg á fundi, meðan eg eri í Íslandi, skrivar løgmaður í brævinum til Bjarna Benediktsson. Hon verður hon málað innan og uttan, og eisini skal nakað av el arbeiði gerast av nýggjum, sæst á heimasíðuni hjá fólkakirkjuni. Kirkjan verður tí stongd í eina tíð, meðan arbeiðið verður gjørt. Hesa tíðina verða gudstænastur hildnar í skúlanum í Haraldssundi. Okkurt um 3.000 fólk arbeiða í hesari vinnuni, sum fevnir um handlar og sølur, sum eisini hava verkstøð til umvælingar, til dømis bilasølur. Kvinnubrot er ein menningardagur fyri kvinnur á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Ætlanin er at fáa íblástur til sjálvsmenning frá eini røð av fyrilestrum og hugleiðingum um leiklutin og korini sum kvinna í Føroyum. Tað var stuttligt at síggja teir svimja avstað, sigur Sigrið, ið heldur, at óansæð hvat, so fingu teir eitt betri lív enn at verða kókaðir livandi. Hálvt ár er liðið, síðani hon bleiv vegetarur, og í dag vamlast hon við tankan um at eta kjøt. Eg síggi djórini sum mínar vinir, sigur Sigrið Guðjónsson avgjørd. Føroysku listafólkini eru Kristina Sørensen Ougaard, sjónleikari, Jens L. Thomsen, myndlistamaður, Lena Andersen, sangari, Randi Samsonsen, klædnasniðgevi og Durita Holm, rithøvundur. Í sambandi við setanina í kvøld eru norðurlendsku mentamálaráðharrarnir bodnir at siga sína hugsan um børn og ung, burðardygd og javnstøðu millum kynini. Tað var ikki fyrr enn í seinnu helvt av 1700talinum, og fólkatalið byrjaði so smátt at kvinka uppeftir, men tað var ikki fyrr enn í 19. øld at rættligur fólkavøkstur kom, sigur Hans Pauli. USA verður boðið við, og tað hava vit eisini avtalað við Russland, segði turkiski uttanríkisráðharrin, Mevlut Cavesuglu, á eini altjóða ráðstevnu í Geneve í gjár, skrivar AFP. Vápnahvíldin kom í gildi 30. desember, og hóast hon ikki verður hildin alla staðni í landinum, er yvirhøvur friðarligt í Sýria nú. Turkiski uttanríkisráðharrin sigur, at tað ber ikki til at látast sum einki um tann leiklut, USA hevur, og tí eigur USA at koma upp í friðartingingarnar, sigur hann. Blindvinkulin hjá lastbil og bussførarum er ofta so stórur, at ógvusligar vanlukkur kunnu henda, tí bilførarin ikki sær alt sum hendir fram við bilinum, ella framman fyri lastbilin. Hans Jacob Hermansen, koyrilærari, greiðir frá um blindvinkulin hjá lastbilførarum, koyrifrálæru og hvussu verður gjørt, fyri at fáa børn at skilja koyringina á vegunum. Landsfelagið hjá norskum lasbileigarum, hevur lagt hetta klippið á netið, fyri at gera vart við vandarnar á vegunum. Stopp, se og vink Tað leggur stórar byrðar á makarnar, sum noyðast at taka sær av øllum heima og ansa eftir konunum, ið gerast meira og meira óhjálpnar. Á Kirkju stendur ein neyðtelefon í einum húsum hjá Føroya Tele, men bygdarfólkið hevur als ikki vitað um hesa neyðtelefonina, sum hevur verið óvirkin, til fyri stuttum, sigur Amalia í Frammistovu. Tá ið Landsverk umsíðir slapp fram at bilum, noyddust fólk at lata teir standa, og sløkkiliðið koyrdi tey til hús. Seinasu fólkini komu til hús um eitt tíðina í nátt. Hóast feløgini, sum leita eftir olju í føroyska landgrunninum, ikki eru so hart skattað sum í nógvum øðrum londum, mælir Vinnumálaráðið til at endurskoða skattaskipanina. Vinnumálaráðið vil millum annað hava at vita, hvat hendir, um partafelagsskatturin hjá oljufeløgunum fer úr 27 niður í 18 prosent. Vinnumálaráðið mælir til at endurskoða skattaskipanina fyri at kanna avleiðingarnar, um feløgini gjalda vanligan partafelagsskatt, sum er 18 prosent, í staðin fyri 27 prosent sum nú. Í viðmerkingunum um lógaruppskotið um fjórða útbjóðingarumfar stendur, at lægri partafelagsskattur kann gera, at føroyska økið verður meira kappingarført. Serskatturin verður lagdur á serliga stóran vinning frá oljuframleiðslu. Umframt skattin er ætlanin at leggja eitt framleiðslugjald á inntøkurnar hjá oljufeløgunum. Hava oljufeløg eitt avkast, sum er minni enn 20 prosent av íløgunum og rakstrinum, gjalda tey okkurt um 28,5 prosent í skatti og framleiðslugjaldi. Umframt skatt og framleiðslugjald verður álagt feløgunum at rinda eitt víddar og umhvørvisgjald, 750 krónur fyri ferkilometurin um árið fyrstu seks árini. Síðani hækkar gjaldið so líðandi hvørt árið og endar uppi í 39.250 krónum fyru ferkilometurin 16. og seinasta árið. Oljufeløgini halda, at tað er ein byrða at skula umvegis føroyskan bryggjukant ella flogvøll við allari útgerð og øllum fólki og skula skifta veitarar til eina boring í Føroyum. Tey halda ikki, at hendan ásetingin í serligan mun virkar fyri at menna føroyskan førleika. Heildarmetingin hjá Jarðfeingi er tó, at hesar ásetingar verða varðveittar. Tó eigur at verða hugt eftir, hvussu hesar ásetingar kunnu brúkast at útvega føroyskum fyritøkum varandi uppgávur. Sparta viðger hesaferð bragdið hjá U21 hondbóltslandsliðnum, sum hevur tryggjað sær HM luttøku í endaspælinum í Algeria. Tosað verður millum annað við Helga H. Hoydal, liðskipara, Pola Hansen, pápi, og Gunn Ellefsen, forkvinnu í HSF. Vit hoyra útvarpsleikin Loyndarmálið í Venezia. Bjørn Sortland skrivaði og Hjørdis Heindriksdóttir týddi. Finnur Koba sigur frá. Aðrar røddir eru Beinta Clothier og Hjálmar Dam. Elin á Rógvi leikstjórnar og leggur til rættis. Høgni Fagraberg er tøkningur. Høvuðspersónur í røðini er norski drongurin Dávur, sum í fyrstu bókini fer við familju sínari at ferðast til Venezia. Á hotellinum hitta tey eini løgin, gomul hjún, sum Dávur fer at forvitnast eftir. Hann fer aftaná teimum inn í barrina hjá Harry, og har hoyrir hann, at tey tosa um málningin Svimjigenturnar á strondini hjá Picasso. Vit hoyra útvarpsleikin Loyndarmálið í Venezia. Bjørn Sortland skrivaði og Hjørdis Heindriksdóttir týddi. Finnur Koba sigur frá. Aðrar røddir eru Beinta Clothier og Hjálmar Dam. Elin á Rógvi leikstjórnar og leggur til rættis. Høgni Fagraberg er tøkningur. Høvuðspersónur í røðini er norski drongurin Dávur, sum í fyrstu bókini fer við familju sínari at ferðast til Venezia. Á hotellinum hitta tey eini løgin, gomul hjún, sum Dávur fer at forvitnast eftir. Hann fer aftaná teimum inn í barrina hjá Harry, og har hoyrir hann, at tey tosa um málningin Svimjigenturnar á strondini hjá Picasso. Vit hoyra útvarpsleikin Loyndarmálið í Venezia. Bjørn Sortland skrivaði og Hjørdis Heindriksdóttir týddi. Finnur Koba sigur frá. Aðrar røddir eru Beinta Clothier og Hjálmar Dam. Elin á Rógvi leikstjórnar og leggur til rættis. Høgni Fagraberg er tøkningur. Høvuðspersónur í røðini er norski drongurin Dávur, sum í fyrstu bókini fer við familju sínari at ferðast til Venezia. Á hotellinum hitta tey eini løgin, gomul hjún, sum Dávur fer at forvitnast eftir. Hann fer aftaná teimum inn í barrina hjá Harry, og har hoyrir hann, at tey tosa um málningin Svimjigenturnar á strondini hjá Picasso. Nes kommuna og Runavíkar kommuna skrivaðu í gjár undir avtalu við partafelagið Eysturoyar og Sandoyartunnilin um sín part av grótinum úr Eysturoyartunlinum. Fyrsta dagin verður fyrsta skotið í Eysturoyartunlinum latið av á Strondum, og í gjár skrivaðu Nes og Runavíkar kommuna undir sáttmála við tunnilsfelagið um tann partin, sum skal siglast yvir um fjørðin. Søgan um drongin Hodja, sum býr í Pjort, men sum so fegin vil síggja meira av heiminum. Tá ein hevur eitt teppi, ið kann flúgva, ja so ber nærum alt til. Søga fyri børn. Tóta er átta ára gomul. Pápi Tótu vildi so fegin sleppa at skriva bøkur, og tað kundi hann ikki gera, tá hann var til skips. Tí seldu tey húsini og fluttu inn í ovaru hæddina hjá abbanum og ommuni. Og nógvum fólkum tókti synd í teimum. Men Tóta helt, at hetta var einki petti syrgiligt. Orsøkin til, at mannfólkini fáa størra partin av lønarvøkstrinum er, at seinastu trý árini hevur tað verið sera stórur vøkstur í vinnugreinum, har menn eru í meiriluta. Endamálið við skeiðinum er at geva kommunustýrislimum innlit í galdandi kommunustýrislóggávu, kommunustýris arbeiðið og kommunalu uppgávurnar. Fyri at røkka kommunustýrislimunum, verður skeiðið ymsa staðni í Føroyum. Um tað ikki liggur fyri til at møta á lokala skeiðnum, ber til at tekna seg á øðrum skeiðstaði. Skeiðini verða í næstu viku viku, mánadagin í Skálavík, týsdagin í Vági, mikudagin í Havn, hósdagin á Eiði og fríggjadagin í Klaksvík. Tey eru Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum, Jóhan Lamhauge, løgfrøðiligur ráðgevi hjá Kommunufelagnum, og Ingibjørg Berg, ráðgevi og fyrrverandi kommunustjóri í Tórshavnar kommunu. Línuskipini rokast á Flemish Cap, og teir hava fingið upp í 35.000 til 40.000 pund upp á setuna. Tá seta teir ikki stórt meir enn helvtina av línuni, sum teir vanliga brúka. Sunnukvøldið spældi U21 landsliðið hjá monnum seg í HM endaspælið í hondbólti, sum verður í juli í ár. Og politikarar hava sum vant líma seg upp í sigurin. Í USA takkaði Obama fyri seg og Trump helt sín fyrsta tíðindafund í sjey mánaðar. Og kanska er eitt nýtt slag av umhvørvisátøkum á veg. Í hvussu so er hoyrdu vit um eitt ungt par, sum keypti allar hummararnar í Miklagarði og slepti teimum leysum í Vágsbotni í Havn. Talan verður ikki um eina nýggja frágreiðing, men Løgmansskrivstovan vil sjálv meta um kærurnar, áðrenn ein niðurstøða verður gjørd, sigur løgmansstjórin. Fleiri tiltøk hava verið frammi í seinastini, eitt nú skipaði Ung fyri Miðflokkin fyri einum tiltaki niðri í Perluni, og næmingaráðið í Hoydølum skipaði fyri einum kvøldi við gýsarum. Vit viðgera nøkur av teimum mongu aktuellu tingunum, ið gera nógv um seg í byrjanni av 2017. Fleiri ung vóru møtt upp niðri í Perluni, tá Ung fyri Miðflokkin hevði skipað fyri einum tiltakið, ið snúði seg um at fáa øl og vín út í handlarnar. Tey ungu spurdu eisini fleiri spurningar, og Luis Pellecer úr Michigan spurdi fleiri av teimum spurningunum. Hann hevur eitt annað sjónarmið enn flestu av politikarunum, sum kjakaðust tað kvøldið. Tá kjakið snýr seg um at fáa øl og vín út í handlarnar, so er tað ymiskt, hvat tey ungu halda. Ungmannafelagið Ung fyri Miðflokkin, ið skipaði fyri tiltakið í Perluni um at fáa øl og vín út í handlarnar, heldur, at tað er týdningarmikið at tosa um slík evni. Hoyr kappingina her millum Eivind Jacobsen og Jonhard Hansen frá R7, ið kappast móti Sonna á Horni, borgmeistara í Fuglafjarðar kommunu, og Hera Muller, borgmeistara í Kvívíkar kommunu. Í illveðrinum fyrrakvøldið hevði Fugloyggin einki telefonsamband í ein tíma, og tá Urd leikaði í á jólum var telefonsambandið vekk í eitt heilt samdøgur. Fólk á útoyggj kenna seg ikki heilt trygg, tá stormarnir leika á. Sum heild er tað ein trupulleiki, at telefonsambandið til meginøkið javnan er vekk , sigur Amalia í Frammistovu, borgarstjóri á Fugloy við Kringvarpið. Eigur ikki at koma fyri Tað eigur ikki at koma fyri, at Fugloyggin ongan streym hevur í ein tíma, uttan at nakar á meginøkinum gevur sær stórvegis far um tað , sigur Páll Vesturbúð, stóri í FT net. Í illveðrinum fyrrakvøldið hevði Fugloyggin einki telefonsamband í ein tíma, og tá Urd leikaði í á jólum var telefonsambandið vekk í eitt heilt samdøgur. Fólk á útoyggj kenna seg ikki heilt trygg, tá stormarnir leika á. Sum heild er tað ein trupulleiki, at telefonsambandið til meginøkið javnan er vekk , sigur Amalia í Frammistovu, borgarstjóri á Fugloy við Kringvarpið. Eigur ikki at koma fyri Tað eigur ikki at koma fyri, at Fugloyggin ongan streym hevur í ein tíma, uttan at nakar á meginøkinum gevur sær stórvegis far um tað , sigur Páll Vesturbúð, stóri í FT net. Glasir verður nú seinkaður nakað afturat. Í ódnini jóladag skrædnaði fyribils takið, sum varð lagt á Glasi í heyst fyri at halda bygningin turran innan. Landsverk sigur, at hóast talan er um tryggingarskaða, ger hann, at partur av innanduraarbeiðinum verður darvaður, tí væta nú sleppur inn í bygningin. Tað ber tó til at umskipa nakað av arbeiðinum soleiðis, at hetta sum heild ikki fær stórvegis avleiðingar fyri verkætlanina, sigur Landsverk. Bussskýli, veðurstøðir og vegskelti fingu skaða, og tann størri kupilin á Sornfelli, sum hýsir radaranum hjá Naviair, hoknaði undan nógva vindinum, og radarin fekk skaða. Veðurstøðin á Norðradalsskarði máldi slakar 79 metrar um sekundið. annan jólamorgin klokkan 06.08. Hetta er mesti vindur, sum varð máldur á jólum í fjør. Orsøkin til føroyska ósigurin var ov nógvir misbrúktir málmøguleikar, siga tey, sum sóu dystin. Í hálvleikinum vóru Føroyar á odda 9 8. Málskjúttar í gjár vóru Hans Eli Sigurbjørnsson, 5, Rókur Akralíð 5, Nicklas Selvig 4, Julian Olsen 2, Allan Norðberg 1 og Tony Weyhe 1. Útoyggjarnar skulu mennast, og tí skulu 710.000 krónur nú býtast millum útoyggjarnar. Tað er Heilsu og Innlendismálaráðið sum kunnger, at frá 1. februar ber til at søkja um stuðul til at menna útoyggjarnar. Pengarnir eru ætlaðir til at stuðla tiltøkum á útoyggjum, sum eru mennandi fyri oyggjarnar. Einstaklingar, virki, feløg og kommunur kunnu søkja um at fáa ein part av peninginum. Fólkatalið nógv minkandi Gongdin á útoyggjunum seinastu árini er greið Tá tað kemur til fólkatalið, gongur tað bara ein vegin, og tað er niður. Í Hesti minkaði fólkatalið við heili 51,2 frá 2003 til 2013, vísa tøl hjá Hagstovuni. Og sama tíðarskeið hækkaði miðalaldurin frá 43 til 63 ár. Útoyggjafelagið hevur fleiri ferðir víst á, at ringa ferðasambandið til Hestoynna er orsøkin til, at fleiri og fleiri flyta av oynni. Kelda Hagstovan Panelið er á einum máli um, at tað als ikki er í lagi at taka telefonina og tosa um slakt í góðar 10 min., meðan ein gestur situr og lurtar . Og bíðar. Tey trý svara eisini spurningunum, um vit eru betri menniskju, um vit eru still og fitt , og um tað er í ordan, at ein abbi gevur nøkrum børnum jólagávu, meðan papp abbabørnini ikki fáa. Í grannalondunum kanna tey, hvussu illa graslíkisvøllir dálka umhvørvi og sjógv, men Umhvørvisstovan her hevur higartil onga ábending fingið um, at graslíki er skaðiligt fyri umhvørvi og heilsu. Vit vita ikki, um tað dálkar. Men um vit fáa boð um, at kanningarnar úr grannalondunum vísa, at tað dálkar, so mugu vit taka tað harfrá , sigur Suni Petersen, leiðari á deildini fyri Vernd á Umhvørvisstovuni. Illgruni er um, at gummi, sum verður brúkt sum fylla í graslíkisvøllum, dálkar umhvørvi millum annað um kemikaliu leka úr gummigranu latinum, teimum smáu gummikúlunum, sum eru í graslíkinum. Í Danmark er Umhvørvisstýrið í ferð við at gera nýggja leiðbeining um graslíki. Og ES ger eina frágreiðing um graslíki er ein vandi fyri heilsuna hjá fólki. Í Íslandi er gummifyllan í nógvum vøllum skift, tí illgruni var um, at gamla fyllan var heilsuskaðilig. Ikki verður hildið vera ráðiligt at brúka hetta slagið av gummikúlum, har sum børn sparka. Runavíkar kommuna hevur í gjár játtað seg til at taka 58 prosent av tí gróti, sum kemur burtur úr at bora Eysturoyartunnilin, tað sigur Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri. Teir 235.000 kubikmetrarnir av gróti skulu brúkast til eina ætlaða havnarútbygging. Hetta er ein liður í fyrireikingini til øktu kappingina, sum væntandi kemur í kjalarvørrinum av Eysturoyartunlinum. Umleið 409.000 rúmmetrar av gróti frá Eysturoyartunnlinum skulu býtast millum tær tríggjar kommunurnar við Skálafjørðin. Sjóvar kommuna fær 20 prosent, Nes kommuna 22 prosent og Runavíkar kommuna sum sagt 58 prosent av grótinum. Útgerðin hjá felagnum, sum skal bora Eysturoyartunnilin, kemur til Føroya um eina viku. Fyrsta dagin verður fyrsta skotið í Eysturoyartunlinum latið av á Strondum, og í gjár skrivaðu Nes og Runavíkar kommuna undir sáttmála við tunnilsfelagið um tann partin, sum skal siglast yvir um fjørðin. Fólk í Kirkjubø noyðast at kóka vatnið, sum tey drekka, í nakrar dagar afturat. Bakteriur eru enn í vatninum í Kirkjubø. Leitað hevur verið og leitað verður enn eftir orsøkini til dálkaða drekkivatnið í Kirkjubø. Tórshavnar kommuna sigur, at meira fæst at vita miðskeiðis í næstu viku. Tað var 5.januar, at kommunan boðaði frá, at bakteriur vóru funnar í vatninum í Kirkjubø. Mælt varð til kóka vatnið, áðrenn tað verður drukkið. Og tað tilmælið stendur við nú níggju dagar seinni. Tingfólk kunnu brúka upp í 30.000 krónur til løgfrøðiliga ráðgeving í sambandi við lógaruppskot, umseting av lógarteksti og annað parlamentariskt arbeiði, sum at fara á skeið ella ráðstevnu. Men tað er ógvuliga ymiskt, hvussu nógvar av teimum krónunum, tingfólkini hava brúkt. Tað vísa tøl, sum Miðlahúsið hava biðið um innlit í. In.fo skrivar, at Katrin Kallsberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hevur brúkt mest av teimum 30.000 krónunum. Hon hevur brúkt 28.283 krónur, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir hevur brúkt 28.016 krónur, men Jacob Vesterggard bara hevur brúkt 395 krónur. Men Føroyar skulu vinna stórsigur á Grikkalandi fyri at kunna spæla seg víðari, tí Føroyar taptu sín fyrra dyst í hesi kappingini fyri Kypros við einum máli í dystinum, sum varð spældur fríggjakvøldið. Tann dystin vann Kypros 20 19. Sostatt er dysturin millum Grikkaland og Føroyar avgerandi fyri, hvat lið spælir seg víðari í hesi innleiðandi EM undankappingini, sum er í Føroyum hetta vikuskiftið. Føroyar og Grikkaland spæla sín dyst klokkan 16.00 í høllini á Hálsi í Havn í dag. Grikkar skulu bert hava javnleik fyri at spæla seg víðari, meðan kravið hjá føroyingum fyri víðari luttøku er stórsigur á Grikkalandi. Grikkaland var undan kappingini styrkismett sum besta liðið, og sostatt er vónin hjá Føroyum um at spæla seg víðari nakað spinkul, men hon livir enn. Persónar við autismu, og sum hava miðnámsskúlaprógv, skulu í serligum førum fáa stuðul til førleikagevandi útbúgving uttanlands, um so er, at hóskandi tilboð ikki eru í Føroyum. Skotið verður eisini upp at hækka lønarískoytið til fólk í tillagaðum starvi umleið 5.000 krónur um mánaðin, úr góðum 17.000 upp í 22.000 krónur um mánaðin. Hjá hesum næmingum tekur tað fýra ár at taka miðnámsskúlaprógv. Flestu næmingarnir vóru yngri enn 18 ár, og búðu heima hjá foreldrum, tá teir byrjaðu í serflokkinum. Teir hava tørv á stuðli í gerandisdegnum, og tí skal ein fyriskipan samskipast við eitt búðtilboð, sama um skipanin verður í Føroyum ella uttanlands, sigur Almannamálaráðið í viðmerkingunum til uppskotið. Hin parturin av uppskotinum er um at hækka inntøkuna hjá persónum í tillagaðum starvi, sum í løtuni hava inntøku, ið er lægri enn sáttmálalønin. Umleið helvtin av teimum, sum eru í tillagaðum starvi, fáa nærum fulla sáttmálaløn. Tey fáa kortini ikki eftirløn av lønarískoytinum. Ein viku undan eldsbrunanum á ferjuni Scandinavian Star í apríl 1990 varð virðið á ferjuni tvífaldað í einum óvanligum handli, og samstundis varð teknað trygging fyri 24 milliónir dollarar, skrivar Politiken í dag. Hesar upplýsingar skunda undir gitingarnar um, at talan var um tryggingarsvik, tá eldur kom í skipið. Eldsbrunin kravdi 159 mannalív. Men higartil hevur Niels Erik Lund, sum stóð fyri at selja Scaninavian Star til amerikanska felagið Sea Escape, hildið uppá, at tað var marknaðarvirðið á skipinum, sum var tvífaldað. Sambært Niels Erik Lund vóru tríggir aðrir keyparar fúsir at rinda 21,7 milliónir dollarar fyri Scandinavian Star, sum eisini var prísurin, sum danski handilsmaðurin Henrik Johansen skuldi rinda fyri skipið. Men teir tríggir keypararnir, sum skuldu eitast at hava áhuga fyri ferjuni, siga nú, sambært Politiken, at teir høvdu ongan áhuga at keypa Scandinavian Star, og als ikki fyri henda prísin. Niels Erik Lund hevur sagt, at eitt nú pólska felagið, Polferries, hevði áhuga fyri Scandinavian Star, tí felagið leitaði eftir einum skipi til farmaflutning millum Pólland og Svøríki. Men táverandi stjórin í Polferries vísir hesum aftur. Hann sigur, at Scandinavian Star var ikki egnað til rutuna millum Pólland og Svøríki. Tað endaði við, at amerikanska felagið Sea Escape fekk útgoldnar 14 av teimum 24 milliónum dollarunum í endurgjaldi, tí Henrik Johansen, sum umboðaði felagið, hevði ikki goldið fyri skipið. Løgreglan í Oslo gavst at kanna málið um eldsbrunan á Scandinavian Star í august í fjør. Løgreglan slepti málinum, tí eingin gerningsmaður varð funnin, og hon kundi heldur ikki ávísa nakað samband millum tryggingina og eldsbrunan. Blaðið skrivar, at herovastarnir og diplomatarnir hava starvast fyri NATO í Noregi til í heyst, men teir tora ikki at fara heimaftur, tí teir kunnu verða avhoyrdir um leiklutin í kvettroyndini í juli í fjør. Blaðið hevur tosað við fleiri av fólkunum, og øll siga, at tey einki høvdu við kvettroyndina at gera. Men onkur sigur seg verða koyrdan úr starvi, og at passið er fyribeint. Fari eg aftur til Turkalands, verði eg tikin alt fyri eitt, helst fongslaður, avhoyrdur og píndur til at geva falska frágreiðing. Og í Turkalandi doyggja fólk í fongslunum av ókendum orsøkum, sigur ein diplomatur við blaðið. Hvørki myndugleikarnir í Noregi ella turkiska sendistovan í Oslo vilja gera viðmerkingar til tíðindini í blaðnum. Fleir enn 100.000 dómarar, lærarar, løgreglufólk og herovastar hava fingið fótin eftir kvettroyndina. Tey eru skuldsett fyri at vera við í felagskapinum hjá átrúnaðarliga leiðaranum, Fethullah Gúlen, sum stjórnin skuldsetur fyri at hava skipað fyri kvettroyndini. Hann býr sjálvur í USA. Ein herovasti gjørdi av at fara til Turkalands fyri at reinsa seg fyri skuldsetingarnar. Hann varð tikin á flogvøllinum, og hevur síðani verið fongslaður, sigur ein herovasti við blaðið. Bæði Noreg og Turkaland eru limir í NATO. Á høvuðsstøðini í Bruxelles sigur ein talsmaður fyri Jens Stoltenberg, ST aðalskrivara, at turkiskir herovastar í Bruxelles hava fingið boð um at koma heim. Jens Stoltenberg veit, at turkiskir herovastar í tænastu hjá NATO eru koyrdir úr starvi, aðrir eru tiknir og fleiri hava biðið um friðskjól í øðrum NATO londum, sigur talsmaðurin. Birgir Hansen, hjálparvenjari hjá A landsliðnum í hondbólti, sigur, at dysturin móti Grikkalandi í dag, verður spennandi, og avgerandi hvør fer víðari í kappingini. Vit ætla at gera nakrar broytingar í uppstilling og spæli, og málið er at vinna dystin, helst við fimm málum, sigur Birgir Hansen. Meginfelag Útróðrarmanna hevur kært Høgna Hoydal, landsstýrismann, og vil hava landsstýrismálanevndina at kanna embætisførsluna hjá landsstýrismanninum, tá hann gjørdi og legði fram lógaruppskotið um fiskidagarnar í fiskiárinum, sum byrjaði 1. september í fjør. Meginfelagið heldur millum annað uppá, at Høgni Hoydal villleiddi løgtingið. Felagið heldur, at tingfólk í roynd og veru viðgjørdu málið og atkvøddu um tað í blindum. Bárður Kass Nielsen, formaður í landsstýrismálanevndini, veit í løtuni ikki at siga, nær komið verður til eina niðurstøðu um annaðhvørt at fara upp í málið, ella at vísa kæruni frá sær. Tænastustøðið hjá TF Holding samtakinum skal hækkast, og tí er avgjørt at víðka um tvørgangandi samstarvið í samtakinum. Fyrsta stigið í hesum samstarvi er at flyta deildirnar í Klaksvík undir sama tak. Sostatt verða Tryggingarfelagið Føroyar, Betri pensjón, Inni og Eik Banki øll undir somu lon í Klaksvík. Flytingin merkist ikki hjá starvsfólkunum, verður sagt í einum tíðindaskrivi frá TF Holding samtakinum. Øll starvsfólk á deildini hjá Tryggingarfelagnum Føroyum og Betri pensjón í Klaksvík halda fram í sínum starvi. 30. januar flytur deildin hjá Tryggingarfelagnum Føroyum í Saltangará inn í grannahølini hjá Eik Banka, meðan deildin hjá Tryggingarfelagnum Føroyum á Tvøroyri verður verandi á sama stað. Herfyri samtykti nevndin í TF Holding, at farast skal undir at byggja nýtt høvuðssæti, ið skal húsa øllum TF Holding samtakinum. Nýggja høvuðssætið, sum fer at liggja í Havn, verður væntandi klárt at flyta inn í um góð trý ár. Tá freistin at bjóða upp á leitingina var farin 15. desember, var eingin umsókn komin. Og landsstýrisformaðurin, Kim Kielsen, sigur eisini, at oljan fer ikki at fíggja sjálvstýrið í Grønlandi. Hann hevur svarað einum fyrispurningi frá Demokratunum í landstinginum. Stjórin í almenna grønlendska oljufelagnum, Nunaoil, Hans Kristian Olsen, sigur við Sermitsiak, at orsøkin til lítla áhugan fyri olju og gassleitingini er, at oljuprísurin er so nógv fallin. Og oljufeløgini hava ikki so góð ráð at leita í økjum, har trupult er at finna olju og gass, sigur hann. Í juni 2014 kostaði ein tunna av Norðsjóvarolju 114 dollarar. Eitt hálvt ár seinni var prísurin fallin niður í 54 dollarar. Í januar í fjør var oljuprísurin komin niður í 29 dollarar fyri tunnuna, men í løtuni kostar Norðsjóvaroljan 55 dollarar. Italska bjargingartænastan sigur, at átta lík eru funnin, og bara fýra fólk vórðu bjargað, áðrenn myrkur kom á, og tað gjørdist truplari at leita. Báturin sakk millum Libya og Italia, umleið 25 fjórðingar úr libysku strondini. Eitt franskt herskip, tvey farmaskip og fleiri smærri før leita. Flóttafólk nýta serliga sjóleiðina at sleppa úr Líbya. Fríggjadagin bjargarði italska bjargingartænastan umleið 550 fóttafólkum, sum vóru á veg um Miðjarðarhavið. Flóttafólkaskrivstovan hjá ST heldur, at fleiri enn 1.000 flóttarfólk eru komin til Evropu tær báðar vikurnar, sum eru farnar av nýggja árinum. Landsstýrismálanevndin fer at hava fund um kæruna frá Meginfelagi Útróðrarmanna um Høgna Hoydal, landsstýrismann, fyrrapartin hósdagin. Meginfelag Útróðrarmanna hevur kært Høgna Hoydal, landsstýrismann, og vil hava landsstýrismálanevndina at kanna embætisførsluna hjá landsstýrismanninum, tá hann gjørdi og legði fram lógaruppskotið um fiskidagarnar í fiskiárinum, sum byrjaði 1. september í fjør. Bárður Kass Nielsen, formaður í landsstýrismálanevndini, veit í løtuni ikki at siga, nær komið verður til eina niðurstøðu um at fara upp í málið, ella at vísa kæruni frá sær. Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevði fundir við Sambandsflokkin og Fólkaflokkin hvør sær í síðstu viku. Hann hevur framvegis vónir um, at tað verður ein breið semja í løgtinginum fyri fiskivinnunýskipanini. Ætlanin er at hava fleiri fundir við Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Nýtt Sjálvstýri um fiskivinnunýskipanina seinnapartin í næstu viku ella í aðru viku. Menn frá Landsverki hava verið eftir steininum. Vakthavandi hjá Landsverki, Árni Jacobsen, sigur, at í løtuni er eingin vandi fyri, at meiri grót ríður oman á vegin. Føroyar skuldu vinna við fimm málum á Grikkalandi fyri at koma víðari til EM undankappingina, men grikkar skuldu bara hava javnleika fyri at spæla seg víðari. Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður, eftir at hava ráðført seg við uttanlandsnevndina fríggjadagin. Kvoturnar verða væntandi ásettar í hesi vikuni, og tá tað er gjørt, verður avgjørt, hvussu nógv skal seljast á uppboðssølu, sigur Høgni Hoydal Í dag fer landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum til Íslands at samráðast við nýggja íslendska fiskimálaráðharran um sínámillum fiskirættindi í ár. Veðurstovur boða frá kulda og logn í norska høvuðsstaðnum í dag og í morgin. Tað ber í sær, at roykur frá bilum ikki sleppur burtur, men savnast sum eitrandi roykskýggj yvir býnum. Hetta kann hava við sær heilsuvandar fyri børn, fólk við astmu, sjúk og eldri. Dieselbannið er nærgangandi átak, men tað er neyðugt fyri at verja heilsuna hjá borgarum í býnum. Tað sigur umboð fyri myndugleikarnar í Oslo við NRK. Tey, sum koyra við dieselbili í norska høvuðsstaðum í morgin, fáa 1.500 krónur í bót. Jenis av Rana og Bill Justinussen hava kært Aksel V. Johannesen, løgmann, til landsstýrismálanevndina fyri at gera seg inn á evsta vald føroyinga, sum tingmenninir hjá Miðflokkinum málbera seg. Teir sipa til, at løgmaður fyri einum mánað síðan kunngjørdi, at grein 14, stykki 2 í hjúnabandslógini er yvirtikin og hoyrir undir málsøki hjá Mentamálaráðnum. Grein 14, stykki 2 í hjúnabandslógini snýr seg um rættin hjá vígdum pørum at verða signað í kirkju. Miðflokkurin sigur, at avgerðin hjá løgmanni at boða frá yvirtøkuni er gjørd uttan heimild frá Løgtinginum. Tí vilja tingmenn floksins hava landsstýrismálanevndina at viðgera málið. Nevndin skal eisini svara um løgmaður hevur sett seg omanfyri Løgtingið í spurninginum um at lýsa yvirtøkuna av grein 14, stykki 2 í hjúnabandslógini. Í minsta lagi 30 fólk hava latið lív eftir at eitt turkiskt farmaflogfar í nátt datt niður í eitt íbúðarøki í eini bygd uttan fyri kirgisiska høvuðsstaðin, Bishkek. Altjóða miðlar skriva, at flogfarið skuldi millumlenda í tjúkkum mjørka, tá tað datt niður í miða siatiska fjallalandinum Kirgisia. Flogfarið var á veg úr Hong Kong til Istanbul við farmi. Greinin heldur fram niðanfyri. Fimm fólk vóru umborð á flogfarinum, siga úmboð fyri kirgisiskar flutningsmyndugleikar við BBC. Onkrir miðlar vilja vera við, at ein av manningini slapp við lívinum. Hini umleið 25, sum eru deyð, vóru stødd í bygdini, sum flogfarið datt niður í. Í minsta lagi 15 bygningar eru oyðilagdir í vanlukkuraktu bygdini. Forlagið Sprotin gav út bókina í 2015, Edward Fuglø hevur gjørt kápumyndina til føroysku útgávuna. Sonja Kjølbro hevur staðið fyri umbótingini. Í sendingini hoyra vit millum annað Fridolin Polka við Jóhann Mortensen og Pys i bælgen við Ove Eliasson og Egon Andersen. Lagt til rættis Hanna og Terji Jakobsen. Hvat skalt tú gera, um bilurin frammanfyri teg koyrur ov spakuligt Hvørjar lyktir skal tú brúka um morgunin Og hvussu nógva frástøðu skalt tú taka Í morgun koyrdi Góðan Morgun Føroyar inn í Kaldbaksbotnin at eygleiða morgunferðsluna saman við Jan Fossaberg, løgreglumanni. Í morgun koyra tey pent, men eg havi talt átta bilar, sum ikki hava stýr á lyktunum , segði løgreglumaðurin um ferðsluna í morgun. Fartelefonin drepur Vit seta okkum ikki inn í ein bil, um førarin er ávirkaður av rúsdrekka. Men vit seta okkum ikki upp í móti, um førarin líka tekur telefonina, tá koyrt verður. Men tað gevur onga meining, sigur Jan Fossaberg. Tað er vísindaliga prógvað, at tá tú tosar í telefon, upptekur tú ein part av heilanum, so tað í veruleikanum svarar til at hava for høga promillu. Tá tú koyrur bil, skalt tú bara koyra bil. Sjáldan eru telefonsamrøður so akuttar, at tær ikki kunnu bíða í fimm minuttir , sigur hann. Lurta við omanfyri. Komandi amerikanski forsetin, Donald Trump, finst at týska samveldiskanslaranum, Angelu Merkel, fyri at hon lat so nógv flóttafólk sleppa inn í Týskland undir flóttafólkakreppuni. Trump skýrir hetta at verða katastrofralt mistak. Umleið 890.000 flóttafólk komu til Týskland í 2015. Flestu flýddu undan krígnum í Sýria. Eftir stórt trýst lat Angela Merkel, samveldiskanslari, upp marknaliðini fyri at flóttafólk, sum vóru komin til Eysturevropa, kundu fara víðari. Eg haldi, at hon gjørdi óbøtaligt mistak at loyva ólógligu flóttafólkunum inn í landið, sigur komandi forsetin í USA, Donald Trump. Hann leggur aftrat, at hann hevur stóra virðing fyri Merkel, segði Donald Trump í samrøðu við bretska blaðið The Times og týska Bild. Trump segði eisini, at stóra talið av flóttafólkum, sum er komið til Evropa, fer at syndra ES. Tað var tað, sum til síðst fekk bretar at atkvøða fyri Brexit, sigur hann. Høvdu teir ikki verið trýstir til at taka inn øll hesi flóttafólkini, so haldi eg ikki, at vit høvdu havt eitt brexit, sigur Trump. Eg haldi, at fólk vilja hava hvørt sín identitet, so um tú spyrt meg, so vænti eg, at eg fleiri lond fara úr ES, sigur Donald Trump. Undir valstríðnum segði Trump, at muslimur áttu av verið vístir úr USA, og at avmarkingar eiga at verða settar fyri flóttafólkum úr londum við nógvum islamistiskum virksemi. Vit hoyra bókina Sigursteinurin. Bergur Rasmussen skrivaði og Hans Tórgarð lesur. Í bókini Sigursteinurin, sum er grundað á gomlu søgnina um sigursteinin hjá ravninum, hittast gentan Erla og vætturin Sópikinn. Nógv stuttligt og spennandi spyrst burturúr sambandinum millum vætturin og gentuna ella millum tað forniska og nútíðina. Vit fara ikki at avdúka, hvat hendir, men lata lesarar sjálvar fara eina øðrvísi ferð saman við Sópikinni. Vit hoyra bókina Sigursteinurin. Bergur Rasmussen skrivaði og Hans Tórgarð lesur. Í bókini Sigursteinurin, sum er grundað á gomlu søgnina um sigursteinin hjá ravninum, hittast gentan Erla og vætturin Sópikinn. Nógv stuttligt og spennandi spyrst burturúr sambandinum millum vætturin og gentuna ella millum tað forniska og nútíðina. Vit fara ikki at avdúka, hvat hendir, men lata lesarar sjálvar fara eina øðrvísi ferð saman við Sópikinni. Vit hoyra bókina Sigursteinurin. Bergur Rasmussen skrivaði og Hans Tórgarð lesur. Í bókini Sigursteinurin, sum er grundað á gomlu søgnina um sigursteinin hjá ravninum, hittast gentan Erla og vætturin Sópikinn. Nógv stuttligt og spennandi spyrst burturúr sambandinum millum vætturin og gentuna ella millum tað forniska og nútíðina. Vit fara ikki at avdúka, hvat hendir, men lata lesarar sjálvar fara eina øðrvísi ferð saman við Sópikinni. Vit hoyra bókina Sigursteinurin. Bergur Rasmussen skrivaði og Hans Tórgarð lesur. Í bókini Sigursteinurin, sum er grundað á gomlu søgnina um sigursteinin hjá ravninum, hittast gentan Erla og vætturin Sópikinn. Nógv stuttligt og spennandi spyrst burturúr sambandinum millum vætturin og gentuna ella millum tað forniska og nútíðina. Vit fara ikki at avdúka, hvat hendir, men lata lesarar sjálvar fara eina øðrvísi ferð saman við Sópikinni. Vit hoyra bókina Sigursteinurin. Bergur Rasmussen skrivaði og Hans Tórgarð lesur. Í bókini Sigursteinurin, sum er grundað á gomlu søgnina um sigursteinin hjá ravninum, hittast gentan Erla og vætturin Sópikinn. Nógv stuttligt og spennandi spyrst burturúr sambandinum millum vætturin og gentuna ella millum tað forniska og nútíðina. Vit fara ikki at avdúka, hvat hendir, men lata lesarar sjálvar fara eina øðrvísi ferð saman við Sópikinni. Vit hoyra bókina Sigursteinurin. Bergur Rasmussen skrivaði og Hans Tórgarð lesur. Í bókini Sigursteinurin, sum er grundað á gomlu søgnina um sigursteinin hjá ravninum, hittast gentan Erla og vætturin Sópikinn. Nógv stuttligt og spennandi spyrst burturúr sambandinum millum vætturin og gentuna ella millum tað forniska og nútíðina. Vit fara ikki at avdúka, hvat hendir, men lata lesarar sjálvar fara eina øðrvísi ferð saman við Sópikinni. Vit hoyra bókina Sigursteinurin. Bergur Rasmussen skrivaði og Hans Tórgarð lesur. Í bókini Sigursteinurin, sum er grundað á gomlu søgnina um sigursteinin hjá ravninum, hittast gentan Erla og vætturin Sópikinn. Nógv stuttligt og spennandi spyrst burturúr sambandinum millum vætturin og gentuna ella millum tað forniska og nútíðina. Vit fara ikki at avdúka, hvat hendir, men lata lesarar sjálvar fara eina øðrvísi ferð saman við Sópikinni. Vit hoyra bókina Sigursteinurin. Bergur Rasmussen skrivaði og Hans Tórgarð lesur. Í bókini Sigursteinurin, sum er grundað á gomlu søgnina um sigursteinin hjá ravninum, hittast gentan Erla og vætturin Sópikinn. Nógv stuttligt og spennandi spyrst burturúr sambandinum millum vætturin og gentuna ella millum tað forniska og nútíðina. Vit fara ikki at avdúka, hvat hendir, men lata lesarar sjálvar fara eina øðrvísi ferð saman við Sópikinni. Vit hoyra bókina Sigursteinurin. Bergur Rasmussen skrivaði og Hans Tórgarð lesur. Í bókini Sigursteinurin, sum er grundað á gomlu søgnina um sigursteinin hjá ravninum, hittast gentan Erla og vætturin Sópikinn. Nógv stuttligt og spennandi spyrst burturúr sambandinum millum vætturin og gentuna ella millum tað forniska og nútíðina. Vit fara ikki at avdúka, hvat hendir, men lata lesarar sjálvar fara eina øðrvísi ferð saman við Sópikinni. Vit hoyra bókina Sigursteinurin. Bergur Rasmussen skrivaði og Hans Tórgarð lesur. Í bókini Sigursteinurin, sum er grundað á gomlu søgnina um sigursteinin hjá ravninum, hittast gentan Erla og vætturin Sópikinn. Nógv stuttligt og spennandi spyrst burturúr sambandinum millum vætturin og gentuna ella millum tað forniska og nútíðina. Vit fara ikki at avdúka, hvat hendir, men lata lesarar sjálvar fara eina øðrvísi ferð saman við Sópikinni. Vit hoyra bókina Sigursteinurin. Bergur Rasmussen skrivaði og Hans Tórgarð lesur. Í bókini Sigursteinurin, sum er grundað á gomlu søgnina um sigursteinin hjá ravninum, hittast gentan Erla og vætturin Sópikinn. Nógv stuttligt og spennandi spyrst burturúr sambandinum millum vætturin og gentuna ella millum tað forniska og nútíðina. Vit fara ikki at avdúka, hvat hendir, men lata lesarar sjálvar fara eina øðrvísi ferð saman við Sópikinni. Vit hoyra bókina Sigursteinurin. Bergur Rasmussen skrivaði og Hans Tórgarð lesur. Í bókini Sigursteinurin, sum er grundað á gomlu søgnina um sigursteinin hjá ravninum, hittast gentan Erla og vætturin Sópikinn. Nógv stuttligt og spennandi spyrst burturúr sambandinum millum vætturin og gentuna ella millum tað forniska og nútíðina. Vit fara ikki at avdúka, hvat hendir, men lata lesarar sjálvar fara eina øðrvísi ferð saman við Sópikinni. Vit hoyra bókina Sigursteinurin. Bergur Rasmussen skrivaði og Hans Tórgarð lesur. Í bókini Sigursteinurin, sum er grundað á gomlu søgnina um sigursteinin hjá ravninum, hittast gentan Erla og vætturin Sópikinn. Nógv stuttligt og spennandi spyrst burturúr sambandinum millum vætturin og gentuna ella millum tað forniska og nútíðina. Vit fara ikki at avdúka, hvat hendir, men lata lesarar sjálvar fara eina øðrvísi ferð saman við Sópikinni. Útvarpið er byrjað at lesa bókina Vágamentan, sum Mina Reinert, ið er ættað úr Sørvági, hevur skrivað við undirheitinum Teir vóru so fittir og galantir. Hon setti sær fyri at finna broytingar, sum stóðust av, at Vágar vórðu hersettar undir krígnum. Mina Reinert kannaði, hvussu viðurskiftini vóru fyri hersetingina, hvussu hersetingin ávirkaði samfeløgini í Vágum, og hvørjar broytingar hon elvdi til eftir heimsbardagan. Bókin er skrivað við støði í MA ritgerð hjá Minu Reinert frá 2007. Fyrsta er frá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum, um broytingar í løgtingslógini um at umvæla og útbyggja Landssjúkrahúsið fyri 428 milliónir krónir frá 2017 2021. Í broytingaruppskotinum er talan um at hækka játtanina vegna prísvøkstur, og um at leinga byggitíðina við einum ári. Tað ber eisini í sær 23 milliónir í meirkostnaði. Annað málið á skrá á tingfundinum í morgin er uppskot til samtyktar frá Bjørn Kalsø, sambandstingmanni, um at allar skúlabøkur eisini skulu vera ljóðbøkur. Eftir fyrstu viðgerð í morgin verður málið beint í Mentanarnevndina. Til seinast skulu landsstýrisfólk svara tveimum spurningum. Annar er frá Sonju Jógvansdóttir, sum spyr Henrik Old, um nullhugsjónina í ferðsluni. Tað skrivaði bretska blaðið Sunday Times á forsíðuni í leygarkvøldið. Støðan millum USA og Russland hevur verið spent seinastu tíðina. Serliga eftir at tað er komið undan kavi, at russiskir teldusníkar lupu á amerikonsk mál beint fyri forsetavalið í USA í november. Sunday Times vil vera við, at Donald Trump hevur toppfundin í Reykjavík millum undanmann sín, Ronald Reagan, og sovietska leiðaran, Mikhail Gorbatjov, í 1986 sum fyrimynd. Toppfundurin verður mettur at verða byrjanin til endan á kalda krígnum, tá USA og Vesturheimurin vóru við yvirlutan og Sovietsamveldið fall. Trump vil hava toppfundin í Reykjavík at vera sína fyrstu uttanlandsferð sum forseti. Á fundinum skal hann umrøða kjarnorkuvápn og støðuna í heiminum annars. Greinin heldur fram niðanfyri. Við Morgunblaðið sigur nýggi íslendski uttanríkisráðharrin Gunnlaugur Tór Gunnlaugsson, at íslendska Uttanríkisráðið onga formliga umbøn hevur fingið um at skipa fyri toppfundi millum Trump og Putin. Men Ísland er kortini sinnað at skipa fyri tílíkum fundi og sostatt mýkja spentu viðurskiftini millum Russland og USA, leggur íslendski uttanríkisráðharrin afturat. Við Sunday Times sigur ónevndur ráðgevi hjá Trump seg arbeiða við at skipa fyri toppfundi millum Trump og Putin. Hann váttar, at Reykjavík er millum støðini, sum partarnir umhugsa at hittast. Umboðið hjá havarínevndini fór aftur til Danmarkar leygardagin. Tað fer at taka nakað av tíð til frágreiðingin er liðug, og fyri ta tíð vil eingin gera viðmerkingar til málið. Eldur kom í Vesturland um middagsleitið 7. januar, tá skipið royndi við gørnum vestur av Føroya Banka. Tyrlan hjá Atlantsflogi tók teir 10 menninar upp og fleyg teir til lands. Tryggingarfelagið Føroyar hevur ikki tikið nakra avgerð um, hvat skal gerast við Vesturland, tí felagið hevur ikki fingið loyvi at fara umborð á skipið. Ikki fyrr enn fólk frá tryggingini hava verið umborð á Vesturlandi, verður avgerð tikin um, hvat skal henda við skipinum, sigur Mortan Poulsen, stjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar. Tryggingarfeløgini skulu til samans rinda umleið 75 milliónir krónur í skaðum til kundarnar eftir jólaódnirnar millum jól og nýggjár. Tryggingarfeløgini vænta ikki nógv fleiri skaðafráboðanir. Tær, sum koma aftrat, hava ikki stórvegis týdning fyri upphæddina, tryggingarfeløgini skulu rinda út. Tryggingarfelagið Føroyar hevur fingið 2335 fráboðanir um skaðar, og skaðarnir fara at kosta 40 45 milliónir krónur, sigur Heðin D. Poulsen deildarstjóri fyri skaðaøkið. Stórsti skaðin hjá Tryggingarfelagnum Føroyar kostar eitt sindur yvir eina millión at umvæla, meðan nógv stórsti skaðin hjá Trygd er rættiliga nógv størri. Í kvøld klokkan 19 30 spæla ÍF og Fleyr oddadyst á Kambsdali. Undan dystinum hevur Fleyr á fyrsta plássi 20 stig, meðan ÍF hevur 15 stig. Mánadagin byrjar sakarmálið móti einum kommunulækna, sum er ákærdur fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á fleiri kvinnur, sum vóru til kanningar. Føroya rættur hevur til samans sett fýra dagar av til rættarmálið móti kommunulæknanum mánadagin, týsdagin, hósdagin og fríggjadagin í næstu viku. Kommunulæknin er ákærdur fyri 11 lógarbrot móti 10 kvinnum frá 2010 til 2014. Hann er millum annað ákærdur fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á kvinnurnar, tá tær vóru til kanningar. Hann ákærdi, red. tvíheldur um, at læknaligu kanningarnar eru farnar rætt fram, og at talan er um misskiljingar. Tað segði Bjørn á Heygum, verji, sambært útvarpinum í august. Verjin hevur eisini hartað ákærumyndugleikan, tí kommunulæknin var skuldsettur í tvey ár áðrenn ákæruritið varð skrivað liðugt. Tað er átaluvert sambært verjanum. Tað er ein ótrúlig byrða hjá ákærda at bíða so leingi. Myndugleikarnir hava skyldu at bera seg so skjótt at sum gjørligt, so borgarin ikki líður óneyðugt, segði Bjørn á Heygum. Rósa droymir um at gerast verðinskend poppstjørna. men alt, hon ger, er at spæla trombon í einu býttum hornorkestri og hokki við besta vini sínum Villa. Erla hoyrir okkurt skav aftan fyri seg og vendir sær á Har stóð eitt grátt skepilsi á gólvinum framman fyri skápinum. Erla hvein. Gráa skepilsið stakk uppfrá og vendi sær kvikliga Sópikinn er úti í týðandi ørindum, og Erla er ein meinbogi á vegnum, so hann má taka eina skjóta avgerð, hvat gerast skal við gentuna. Nógv stuttligt og spennandi spyrst burturúr sambandinum millum vætturin og gentuna ella millum tað forniska og nútíðina. Vit fara ikki at avdúka, hvat hendir, men lata lesarar sjálvar fara eina øðrvísi ferð saman við Sópikinni. Bókin er eisini sera væl egnað sum upplestrarbók Aksel V. Johannesen, løgmaður, fegnast um, at Miðflokkurin hevur kært hann til Landsstýrismálanevndina. Nú kann málið um kirkjuliga signing verða endaliga avgreitt, sigur hann. Bill Justinussen og Jenis av Rana, løgtingsmenn fyri Miðflokkin, kæra Aksel V. Johannesen, løgmann, til landsstýrismálanevndina fyri at gera seg inn á evsta vald føroyinga, sum tingmenninir hjá Miðflokkinum málbera seg. Aksel V. Johannesen gav fyri stuttum mentamáðaráðnum boð um at orða løgtingsuppskot, ið skuldi strika grein 14, stykki 2 um kirkjuliga signing í hjúnabandslógini. Hetta er í lagi, tí grein 14, stykki 2 er føroyskt málsøki, sigur Aksel V. Johannesen Men, grein 14, stykki 2 stendur í danskari lóg, og tí kann spurningur setast, um talan veruliga er um føroyskt málsøki. Málið hevur elvt til dúgligt kjak um, hvat vendir upp og niður løgfrøðiliga. Løgmaður sigur, at tá ið fólkakirkjan varð yvirtikin í 2007, vóru allar ásetingar, sum hava nakað við kirkjuna at gera, íroknaðar eisini grein 14, stykki 2. Bill Justinussen og Jenis av Rana siga, at avgerðin hjá løgmanni ikki er í samsvar við stýrisskipanarlógina. Hon sigur, at ein og hvør yvirtøka bara kann fremjast av Løgtinginum, ikki av løgmanni. Við hesum setur løgmaður seg yvir fólkavalda og lóggevandi vald føringa og stýrisskipanin okkara, sum í grein 46 nágreinar, at mál bara kunnu yvirtakast sambært løgtingslóg, skriva teir báðir í tíðindaskrivi. Løgmansskrivstovan tulkar, eins og danska Statsministeriið, Sosialministeriið og Kirkjuministeriið, lógina soleiðis, at talan er um áseting, sum er undir føroyskum málsøki, hóast hon stendur í danskari lóg. Men hóast hann er ósamdur við Miðflokkinum, fegnast løgmaður um kæruna. Løgmaður vísir aftur, at hann skal hava framt yvirtøku einsamallur. Nakað fyri jól var eitt fyribils tak lagt á, sum skuldi forða fyri at vatn rann niður í bygningin. Talan var um eitt tak úr plasti, sum vanliga verður nýtt tá takt verður. Fyribilstakið skuldi tetta bygningin, so arbeiðast kundi í bygninginum. Ætlanin var at gera veggir og gólv, tá bygningurin var tættur. Men illveðrið á jólum skræddi alt takið av, og vatn seyrar tí niður í bygningin. Talan er um ovastu hæddina á bygninginum, ella sættu hædd. Av tí sama ber ikki til at arbeiða í bygninginum í løtuni. Evald Kjølbro, stjóri á Landsverki sigur, at fólk eru komin bæði úr Noreg og úr Danmark at hjálpa til við at fáa tett bygningin aftur. Hvussu langa tíð tað fer at taka, kann stjórin einki siga um í løtuni. Men danskir mynduleikar hava ta fatan, at summar av treytunum, ið landsstýrið leggur upp til, ikki kunnu setast eftir lóggávuni á loftferðsluøkinum. Tað kemur fram í svari frá Poul Michelsen, landsstýrismanni, til Bjørn Kalsø, løgtingsmann. Atlantic Airways má metast at hava skyldu til at flúgva allar dagar alt árið, eisini vetrarhálvuna, tá ferðafólkatalið er minni. Hetta er ein skylda, sum kann leggja fíggjarligar byrðar á felagið, serliga nú eitt annað flogfelag kemur inn á somu rutu, stendur í svarinum. Fyri at tað ikki skal vera ójøvn kapping, hevur landsstýrið ta fatan, at somu treytir eiga at verða settar SAS, sum verða settar Atlantic Airways, tað vil siga, at tað verður flogið alt árið, eisini vetrarhálvuna, sigur Poul Michelsen í svarinum. Landsstýrið hevur eisini sagt, at møguleiki framhaldandi verður at varðveita higartil galdandi samstarvsavtalur millum SAS og Atlantic Airways, sum eru føroyska brúkaranum til gagns. Umframt omanfyrinevndu ynski hevur landsstýrið eisini víst á týdningin av, at danskir myndugleikar virka fyri, at ferð verður sett á málið um føroyskan limaskap í FELO samstarvinum. Tað er Trafik , Bygge og Boligstyrelsen í Danmark, sum gevur loyvi at flúgva millum Føroyar og útlandið. Danskir og føroyskir myndugleikar samskifta í løtuni um umsóknirnar frá SAS og Loganair. Danskir myndugleikar hava ta fatan, at onkrar av treytunum, ið landsstýrið leggur upp til, ikki kunnu setast eftir lóggávuni á loftferðsluøkinum. Í flestu førum er tá talan um treytir, ið eiga at verða viðgjørdar sambært kappingarreglum og av kappingarmyndugleikunum í londunum báðum. Enn eru loyvi tó ikki latin útlendsku feløgunum at fara undir flúgving til Føroyar, og treytirnar eru tí heldur ikki settar enn, kemur fram í svarinum. Føroyar taptu fyrra dystin fyri Kýpros, men møguleikin var kortini har undan avgerandi dystinum í móti Grikkalandi í gjárkvøldið. Grikkar vístu seg tó at vera eitt vet ov sterkir fyri føroyingarnar. Giza Hoyvík skipaði um vikuskiftið fyri føroyameistara kapping í innandura fótbólti. Hoast luttøkan kundi verið betri, vóru fyriskipararnir væl nøgdir og ætla, at tiltakið skal verða afturvendandi. Hann hevur roynt at slept ítróttini fullkomuliga, men tað gekk so hart út yvir sál og sinn, at tað gekk ikki leingi, so var fótbóltur aftur partur av lívi hansara. Sjálvsagt hevur blokkstuðulin úr Danmark stóran týdning fyri Grønland, men í sendingini sigur Ole Jørgen Hammeken, at blokkstuðulin samstundis hevur gjørt grønlendingar viljaleysar, og hann hevur beint fyri solidaritetinum og samanhaldinum, sum fyrr var í Grønlandi. Ole Jørgen, ið hevur lisið løgfrøði í Keypmannahavn, er uppvaksin í Nuuk, men hevur búð nógv ár í Norðurgrønlandi. Og William Smith, sum um hetta mundið var maskinmeistari á el verkunum í Upernavíkar Kommunu, sigur, at grønlendingar vænta so nógv av skipanini, at hon ger fólk hjálparleys. Bara fólk hava ein lítlan trupulleika, vænta tey, at tað almenna skal loysa hann fyri tey. Innsavningin í Íslandi til frama fyri føroyingar eftir ódnirnar á jólum í fjør er nú liðug. Inn komu tað, sum svarar til 350.000 krónur í okkara pengum. Pengarnir verða latnir føroyska sendimanninum í Íslandi 3. februar. Tey, sum stóðu fyri innsavningini, hava sagt, at pengarnir fara til bjargingarfeløgini í Føroyum. Bjargingarfeløgini mistu samskiftisútgerðina, sum stóð á Sornfelli. Hon var ikki tryggjað. Innsavningin var á facebook síðuni , sum eitur Færeyingar og íslendingar eru frændur. 27. januar er altjóða Holocaustdagur. Sagt verður, at minnast vit ikki til ræðuleikarnar undir seinna heimsbardga, so drepa vit jødarnar enn eina ferð. Hann er maðurin aftanfyri logoterapiina, sum sigur, at til ber at finna eina meining við øllum og tað gevur áræði at liva. Meining við hansara lívi var at hjálpa øðrum at finna meinginina við lívi sínum. Og, sigur Frankl, tá menniskjan rópar hví og ikki veit sær veg úr pínu og ræðuleika, tá er tað Guð menniskjan rópar eftir. Tá alt er mist, tá tú hevur mist heim , familja, heilsu og bert er reduseraður til eitt tal, eitt onki, tá leitar menniskjan eftir tí ótilvitaða Guði. Alt lívið snýr seg um at taka við ábyrgd, tað krevur lívið av tær. Og tað týdningarmesta í lívinum er kærleikin, sigur Viktor Frankl. Eftir krígslok skrivaði hann nógvar bøkur og kom runt til mong universitet og helt fyrilestrar og varð hann heiðursdoktari sera ofta. Ein løgfrøðiligur hurlivasi Tað er kanska besta lýsingin av málinum um kirkjuliga signing av borgarligum vígslum, sum er snávingarsteinurin í politisku ætlanini um at geva samkyndum loyvi at giftast. Løgfrøðin tykist ikki at hava eitt greitt svar uppá, hvat vendir upp, og hvat vendir niður í málinum um kirkjuliga signing av borgarligum vígslum. Løgfrøðingar í løgmansskrivstovuni og danska embætisverkinum siga, at grein 14 stykki 2, sum umrøður kirkjuliga signing er føroyskt málsøki. Grundgevingin er, at tá ið fólkakirkjan var yvirtikin, vóru allar ásetingar, sum hava við kirkjuna at gera, yvirtiknar, uttan mun til hvar ásetingin stendur. Løgfrøðingar í mentamálaráðnum og løgtingsumsitingini halda hinvegin, at greinin enn er á donskum hondum, tí tá ið fólkakirkjan var yvirtikin í 2007 var bara ein grein í hjúnalagslógini við í yvirtøkuni, og tað var ikki grein 14 stykki 2. Tá ið løgfrøðin, sum skal ráðgeva politisku myndugleikunum, ikki dregur eina og somu línu, fáa vit eisini ymiskar politiskar tulkingar. Tað skrivar Hagstova Føroya á heimasíðuni . Fólkatalið var 49.820 tann 1. desember í fjør, og er vaksið við 738 fólkum síðani 1. desember fyrraárið. So stórur fólkavøkstur hevur ikki verið í einum ársskeiði síðstu 15 árini. Fólkavøksturin kemur av, at 444 fólk fleiri eru flutt til Føroya í mun til teirra, sum eru flutt av landinum, og at burðaravlopið var 294. Tann stóra broytingin í gongdini í fólkatalinum kemur í høvuðsheitum av flytingini, har serliga fráflytingin er minkað nógv, samstundis sum tað hevur verið ein lítil vøkstur í tilflytingini. Heldur gongdin fram, verða vit 50.000 fólk í Føroyum, møguliga longu síðst í februar ella fyrst í mars, skrivar Hagstova Føroya á heimasíðuni. Tað upplýsa stjórnirnar í hesum trimum londum í dag. Flogfarið hvarv av radarum á leiðini úr Kuala Lumpur í Malaisia til Beijing í Kina 8. mars 2014. Flogfarið er ikki funnið í økinum, har leitað hevur verið. Økið í Indiska havinum er 120.000 ferkilometrar stórt, stendur í tíðindaskrivinum Fram til í dag hava vit ikki funnið nýggjar upplýsingar um, hvar flogfarið neyvt er. Tí er leitingin í havinum eftir MH370 steðgað, skriva londini. Vit hava brúkt nýggjastu tøkni, og ráð frá dugnaligastu fólkunum, sum duga sítt fak, men kortini hevur ikki eydnast okkum at finna flogfarið. Vit vóna, at nýggjar upplýsingar koma undan kavi, og at flogfarið fyrr ella seinni, verður funnið, stendur í fráboðanini. Nýggjar greiningar í Avstralia vístu í desember, at leitað hevur verið ov sunnalaga. Greingarnar vísa, at leitingin átti at verið í einum øki longri norðri í Indiska Havi. Stjórnirnar í Avstralia og í Malaisia fara ikki at seta nýggja leiting í verk. Sambært teimum, geva nýggju greiningarnar ikki nóg sterka slóð. Umborð vóru 239 ferðafólk og manning, sum hoyrdi til flogfelagið Malaysia Airlines. Felagsskapurin Voice 370 fyri avvarðandi mæla myndugleikunum til at halda fram við leitingini. Við atliti at flogtrygdini, er tað eftir okkara tykki skylda at halda fram við leitingini í nýggja økinum, sum altjóða serfrøðingar hava víst á, skrivar felagsskapurin. Søgan um drongin Hodja, sum býr í Pjort, men sum so fegin vil síggja meira av heiminum. Tá ein hevur eitt teppi, ið kann flúgva, ja so ber nærum alt til. Hví spyrt tú kanska, jú tað er tí, at eg dugi ikki nakað serligt at rokna. Staving og punktseting var ongantíð mín gáva. sum eisini sæst í hesum skrivinum . Tí eri eg býttur, tí eg eri ikki ein góður næmingur. Og eg má bara siga stórliga umskylda umskylda at eg ikki havi hugin at gera 1 2 tímar skúlating, EFTIR SKÚLATÍÐ. Eg eri bara ikki soleiðis uppbygdur. Tað er ikki soleiðis høvdið hjá mær virkar. Eg eri bert ein fiskur, ja, ein fiskur sum hevur fingið uppgávuna at klúgva upp á eitt træ. Hetta var eitt stórt vónbrot at hoyra, tí hvat annað kann eg gera Vera dekkari á einum miðalbáti, timburmaður, elektrikkari ella kanska maskinsmiður. Men hatta eru møguleikarnir, og samfelagið sigur Um tú ikki tímir nakað av hasum, so mást tú í miðnámskúla, har tað eru okkara reglur sum eru galdandi . Eg kann enntin fara at arbeiða við nøkrum, eg ikki eri gjørdur til, ella fara í eina skúlaskipan har eg verði kallaður óbegávaður og dovin í 13 ár. Hví skal eg brúka 9 tímar um dagin, uppá skúlan tá ið skúlin hevur givið okkum hesar teymar Tá ið mín heilið, sum ikki riggar inn í hatta systemið ikki er góður nokk Eri eg so mikið skerdur, at eg ikki dugi longur. Tað eg upprunaliga vildi ella elskaði, tað eg faktiskt dugdi væl, tað var ikki í kategori ini viktig fak í skúlanum. Søgan um drongin Hodja, sum býr í Pjort, men sum so fegin vil síggja meira av heiminum. Tá ein hevur eitt teppi, ið kann flúgva, ja so ber nærum alt til. Søgan um drongin Hodja, sum býr í Pjort, men sum so fegin vil síggja meira av heiminum. Tá ein hevur eitt teppi, ið kann flúgva, ja so ber nærum alt til. Søgan um drongin Hodja, sum býr í Pjort, men sum so fegin vil síggja meira av heiminum. Tá ein hevur eitt teppi, ið kann flúgva, ja so ber nærum alt til. Søgan um drongin Hodja, sum býr í Pjort, men sum so fegin vil síggja meira av heiminum. Tá ein hevur eitt teppi, ið kann flúgva, ja so ber nærum alt til. Søgan um drongin Hodja, sum býr í Pjort, men sum so fegin vil síggja meira av heiminum. Tá ein hevur eitt teppi, ið kann flúgva, ja so ber nærum alt til. Søgan um drongin Hodja, sum býr í Pjort, men sum so fegin vil síggja meira av heiminum. Tá ein hevur eitt teppi, ið kann flúgva, ja so ber nærum alt til. Søgan um drongin Hodja, sum býr í Pjort, men sum so fegin vil síggja meira av heiminum. Tá ein hevur eitt teppi, ið kann flúgva, ja so ber nærum alt til. Neyðugt er at broyta lógina, so hon lýkur treytirnar hjá ES og IMO, altjóða sjóferðslufelagsskapinum. Sambært ES eru vitnisfrágreiðingar um vanlukkur á sjónum vardar móti innliti hjá fjølmiðlum og almenninginum. Forðast skal fyri, at slíkar vitnisfrágreiðingar verða brúktar til annað endamál enn til kanningar við atliti til trygd. Endamálið er, sigur Vinnumálaráðið, at verja vitni móti mismuni og hevndaratgerð fyri teirra lut í kanningum. Heimild er í lógini um innlit til at broyta lógina um trygd á sjónum, so hon fær serstaka áseting um tagnarskyldu. Tað er, at ávísar upplýsingar eru undantiknar meginregluni um innlit. Tá innlit verður latið, kann hugsast, at vitni bera seg undan at hjálpa við kanningunum, stendur í viðmerkingunum um lógarbroytingina. Ein onnur grundgeving er, at skjøl, sum verða brúkt í sambandi við kanningararbeiðið, ofta eru teknisk og fløkt. Tey eru tí ikki egnað til almenna umrøðu uttan samanhang við frágreiðingina av kanningini. Føroyar hava síðani í 2015 avtalu við donsku skaðanevndina, Den Maritime Havarikommission, sum Sjóvinnustýrið kann heita á. Tað varð gjørt, nú Vesturland bleiv kannað eftir eldin. 27. januar er altjóða Holocaustdagur. Sagt verður, at minnast vit ikki til ræðuleikarnar undir seinna heimsbardga, so drepa vit jødarnar enn eina ferð. Hann er maðurin aftanfyri logoterapiina, sum sigur, at til ber at finna eina meining við øllum og tað gevur áræði at liva. Meining við hansara lívi var at hjálpa øðrum at finna meinginina við lívi sínum. Og, sigur Frankl, tá menniskjan rópar hví og ikki veit sær veg úr pínu og ræðuleika, tá er tað Guð menniskjan rópar eftir. Tá alt er mist, tá tú hevur mist heim, familju, heilsu og bara er reduseraður til eitt tal, eitt onki, tá leitar menniskjan eftir tí ótilvitaða Guði. Alt lívið snýr seg um at taka við ábyrgd, tað krevur lívið av tær. Og tað týdningarmesta í lívinum er kærleikin, sigur Viktor Frankl. Eftir krígslok skrivaði hann nógvar bøkur og kom runt til mong universitet og helt fyrilestrar og varð hann heiðursdoktari sera ofta. Bretland ætlar eisini at hyggja longur út í heim, til onnur lond, kom eisini fram í røðuni. Bretar fara úr ES, men ætla ikki úr Evropa, gjørdi May greitt. Theresa May gjørdi eisini greitt, at tær lógir, ið skulu verða galdandi í Bretlandi, skulu verða gjørdar av bretska tjóðartinginum, og ikki í ES. Og Bretland ætlar sær ikki at vera partur av ES dómstólinum meira, kom fram í røðuni, sum bretski forsætisráðharrin helt fyri løtu síðani. Tað fer at taka tríggjar fýra vikur at gera takið á Glasi aftur, og tað seinkar arbeiðinum við restina av bygninginum, sigur stjórin í Landsverki. Arbeiðið er tryggjað, so tað skuldi ikki kostað meir. Fyri at sleppa undan, at slíkt hendir aftur, er ferð sett á at gera takið liðugt, og tað fer at taka tríggjar til fýra vikur, sigur Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki. Umframt at hava tikið loyvið at virka frá 17 læknum, hevur stýrið givið 18 læknum fakliga ávaring, hert eftirlitið við 26 læknum, og avmarkað loyvið at virka hjá einum lækna. Tað skrivar Dagens Medicin . Í november vendi Helsetilsynet í Noregi sær til Danska Stýrið fyri sjúklingatrygd, og gjørdi vart við, at tey ikki vórðu kunnað um hetta. Tað vísti seg, at danska heilsustýrið heldur ikki hevur kunnað hini Norðurlondini. Í einum brævi til svenska heilsustýrið umber danska Stýrið fyri sjúklingatrygd mistakið. Stýrið fyri sjúklingatrygd var sett á stovn í 2015 fyri at bøta um sjúklingatrygdina, tí fyrrverandi eftirlitsmynduleikin, hevði eitt ringt umdømi. Orsøkin var, at fleiri mál vóru um læknar, sum vóru meldaðir, men framvegis sloppu av virka sum læknar. Í Føroyum er tað Landslæknin, sum hevur eftirlit við virkandi læknum. Ongin av teimum 17 læknunum, sum hava mist loyvið at virka, arbeiða í Føroyum í løtuni, sigur Henrik L. Hansen, landslækni, við útvarpið. Landslæknin er danskur myndugleiki, og brúkar somu skrásetingarskipan sum Danska stýrið fyri sjúklingatrygd, sigur Henrik L. Hansen, landslækni í Føroyum. Tí vóru upplýsingarnar um teir 62 læknarnar, sum Danska stýrið fyri sjúklingatrygd hevði viðgjørt, tøkir beinavegin, tá avgerðirnar vórðu tiknar, sigur Landslæknin. Í fjør fór Danmark, og sostatt eisini Føroyar, uppí eina evropeiska skrásetingarskipan IMI, har londini í Evropa binda seg til at boða frá avgerðum, sum eru tiknar í eftirlitsmálum um læknar. Í Føroyum eru í miðal fimm eftirlitsmál um læknar virkin í senn, sigur Henrik L. Hansen. Eitt mál verður meldað til Landslæknan, ið síðani lýsir málið, og sendir tað til Danska stýrið fyri sjúklingatrygd, ið tekur avgerð í málinum. Tað sigur Leonor Tarrasón, granskingarleiðari á Norsk institutt for luftforskning, sum helvur eitt vakið eyga við dálking í Noregi. Myndugleikarnir í Oslo hava avgjørt, at dieselbilar ikki skuldu sleppa at koyra í Osla í dag. Nú fara myndugleikarnir at greina mátingarnar. Stóra ivamálið hevur verið, um tað er dieselbannið ella um tað eru veðurviðurskiftini í dag, sum hava ávirkað dálkingartølini rætta vegin. Vit fara at granska í, hvat munar mest fyri dálkingina veðurviðurskiftini ella dieselbannið, sigur granskingarleiðarin á NILU sambært NRK. Frá midnátt til fyrrapartin minkaði ferðslan í Oslo við 10 prosentum. Fólk, sum ikki hava aktað boðunum í dag, hava fingið 1.500 krónur í bót. Tónleikin frá hvalbiarbrøðurnum, Simma og tey av Kamarinum er helst ikki nakað, yngra ættarliðið ikki lurtar nógv eftir. Kanska onkur enntá ikki kennir hendan tónleik. Men tað ger 18 ára gamli Bjørn Hentze Bech. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, var í gjár á fundi við íslendska starvsbróðir sín orgerður Katrín Gunnarsdóttir, sum nýliga hevur tikið við sum ráðharri fyri fiskiveiðu og landbúnað. Veiðimøguleikarnir í 2017 verða at kalla teir somu somu í 2016. Heildarkvotan hjá Føroyum av botnfiski í íslendskum sjógvi verður framhaldandi til samans 5.600 tons, skrivar Fiskimálaráðið. Men rættindini, at veiða tosk, fara upp við 500 tonsum úr 1.900 tonsum og upp í 2.400 tons, sigur Fiskimálaráðið í tíðindaskrivi á heimasíðuni seinnapartin í dag. Humanistafelagið saknar, at bispur tekur eina støðu í kjalarvørinum av umstríddu prædikuni hjá Bergi Debes Joensen í Hesti sunnudagin. Vitanin, sum samfelagsfrøðingarnir hava savnað saman og miðlað í síni serritgerð, eigur ikki at verða goymd burtur í eini skuffu, men skal koma øllum til góðar í einum vitanarbanka. Tey standa fyri stórum broytingum á Skálafjørðinum. Eysturoyartunnilin hevur við sær, at áhugin fyri at keypa hús á Strondum er munandi størri, enn hann hevur verið. Vit mugu ikki missa okkum sjálvi burtur, sigur borgarstjórin. Summi halda, at tað er larmur, onnur halda, at tað er fantastiskur tónleikur. Men hvat er tungmálmur fyri tey, ið dyrka tað Hanna Vang, tungmálmsfjeppari, greiðir frá. Í brøvum til Uttanlandsnevndina hjá Løgtinginum, har sum Høgni Hoydal, landsstýrismaður, biður um ráðførslu um svartkjaftakvotuna og norðhavssildakvotuna í ár, sigur hann, at hann mælir til at áseta svartakjaftakvotuna at vera 476.901 tons og sildakvotuna 125.597 tons. Í ár er svartkjafturin 275.832 tons, og sildin er 56.087 tons. Í brøvunum til Uttanlandsnevndina, sum eru á heimasíðuni hjá nevndini, sigur Høgni Hoydal, at hann vil ráðføra seg við nevndina, áðrenn hann tekur endaliga støðu til kvoturnar. Polar Nanoq kemur til Íslands kvøld, tí trolarin er settur í samband við eitt mál hjá íslendsku løgregluni, sum leitar eftir einari 20 ára gamlari kvinnu. Kvinnan var í býnum í Reykjavík leygarnáttina, men eingin veit um hana at siga síðani. Orsøkin til áhugan fyri grønlendska trolaranum er tann, at ein av manningini leigaði ein bil, sum líkist nógv bilinum, sum vakmyndatól hava sæð oftari enn eina ferð tíðliga leygarmorgunin. Løgreglan heldur orsøk vera til at kanna, um júst hesin bilurin hevur samband við horvnu kvinnuna. Harafturat eru skógvarnir hjá horvnu kvinnuni funnir 300 metrar haðani Polar Nanoq lá. Tað var nógvur vindur kring landið í gjárkvøldið og ein part av náttini. Um níggjutíðona í gjárkvøldið fekk løgreglan boð um at tekjan á Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík reiv. Sløkkiliðið í Klaksvík tók sær av tí og tryggjaði takið. Um hálvgum tíggjutíðina í gjárkvøldið fekk løgreglan boð um at ein bilur var farin á sjógv á Varpinum í Klaksvík. Tað vísti seg, at eingin var í bilinum, og tí er ógreitt hví hann fór á rull. Bilurin varð fingin upp aftur og løgreglan fer at tosa við eigaranum í dag. Í gjár visti Norðlýsið, at Høgni Hoydal hevði greitt Uttanlandsnevndini frá, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum væntaði sær meiri botnfisk frá íslendingum í sambandi við árligu fiskiveiðisamráðingarnar. Hetta visti Norðlýsið áðrenn samráðingarnar vóru lidnar, og tað førdi gitingar um ein leka í Uttanlandsnevndini við sær. Fyri 1. februar fæst at vita, hvat Mentanarnevndin hjá Løgtinginum heldur um uppskotið hjá Jákupi Mikkelsen í Fólkaflokkinum um, at stórmeistarar í talvi fáa løn úr landskassanum. Nú hevur nevndin biðið løgtingsformannin um longda freist til at skriva álit um málið. Nevndin ætlar at leggja álit fyri tingið fyri 1. februar. Upplegg og kjak verður á leiðaradegnum um samráðingar og samráðinháttir í breiðum týdningi. Altso, ikki bara um lønarsamráðingar, sum nógv kanska síggja fyri sær, men um allar tær samráðingar sum tú og eg hava gjøgnum dagin. Uppá eitt ár samráðast vit millum 8000 og 11000 ferðir, siga Ása og Annika Andreasen, frá Synergi, sum skipa fyri árseins leiðaradegi. Ein dómsnevnd tekur endaliga støðu til, hvør skal fáa heiðurin sum ársins leiðari innan tað privata og almenna. Í dómsnevndini eru Annika Sølvará, Granskingarráðið, Eyðun Mørkøre, TAKS og Jóhanna á Bergi, Atlantic Airways. Amerikanarar eru ikki nøgdir við mátan, Donald Trump hevur uppført seg áðrenn hann yvirhøvur hevur sett fótin inn um í Hvítu húsunum. 48 prosent av amerikanarum eru ónøgd við Trump. Tað kemur fram í eini nýggjari meiningakanning, Wall Street Journal og NBC News hava gjørt. Ímeðan amerikanarar eru misnøgdir við næsta forsetan, er sama misnøgdin ikki at hóma tá tey vórðu spurd um skjótt fráfarna forsetan í USA. Amerikanarar eru í løtuni betri nøgdir við Barack Obama enn teir nakrantíð hava verið. 56 prosent av teimum spurdu siga, tey eru vælnøgd við Obama. Barack Obama hevur verið forseti í USA síðani 20. januar í 2009. Donald Trump verður forseti nummar 45 í amerikansku forsetasøguni. Samlaða kvotan av botnfiski er framvegis 5.600 tons, so nú er næstan helvtin av kvotuni toskur, meðan 3.200 tons eru onnur fiskasløg. Tað var úrslitið av fiskirættindasamráðingunum ímillum Ísland og Føroyar, sum vóru í Íslandi mánadagin. Samráðingarnar hava bíðað til nú, tí nýggja íslendska stjórnin varð ikki skipað fyrr enn í farnu viku, og einastu fiskirættindasamráðingar á ráðharrastigi, eru samráðingarnar við Ísland. Tí var tað Høgni Hoydal, landsstýrismaður sum mánadagin samráddist við íslendska fiskimálaráðharran, Torgerdur Katrin Gunnarsdóttir, og hann letur væl at samráðingunum. Søga fyri børn. Tóta er átta ára gomul. Pápi Tótu vildi so fegin sleppa at skriva bøkur, og tað kundi hann ikki gera, tá hann var til skips. Tí seldu tey húsini og fluttu inn í ovaru hæddina hjá abbanum og ommuni. Og nógvum fólkum tókti synd í teimum. Men Tóta helt, at hetta var einki petti syrgiligt. Søga fyri børn. Tóta er átta ára gomul. Pápi Tótu vildi so fegin sleppa at skriva bøkur, og tað kundi hann ikki gera, tá hann var til skips. Tí seldu tey húsini og fluttu inn í ovaru hæddina hjá abbanum og ommuni. Og nógvum fólkum tókti synd í teimum. Men Tóta helt, at hetta var einki petti syrgiligt. Søga fyri børn. Tóta er átta ára gomul. Pápi Tótu vildi so fegin sleppa at skriva bøkur, og tað kundi hann ikki gera, tá hann var til skips. Tí seldu tey húsini og fluttu inn í ovaru hæddina hjá abbanum og ommuni. Og nógvum fólkum tókti synd í teimum. Men Tóta helt, at hetta var einki petti syrgiligt. Søga fyri børn. Tóta er átta ára gomul. Pápi Tótu vildi so fegin sleppa at skriva bøkur, og tað kundi hann ikki gera, tá hann var til skips. Tí seldu tey húsini og fluttu inn í ovaru hæddina hjá abbanum og ommuni. Og nógvum fólkum tókti synd í teimum. Men Tóta helt, at hetta var einki petti syrgiligt. Søga fyri børn. Tóta er átta ára gomul. Pápi Tótu vildi so fegin sleppa at skriva bøkur, og tað kundi hann ikki gera, tá hann var til skips. Tí seldu tey húsini og fluttu inn í ovaru hæddina hjá abbanum og ommuni. Og nógvum fólkum tókti synd í teimum. Men Tóta helt, at hetta var einki petti syrgiligt. Søga fyri børn. Tóta er átta ára gomul. Pápi Tótu vildi so fegin sleppa at skriva bøkur, og tað kundi hann ikki gera, tá hann var til skips. Tí seldu tey húsini og fluttu inn í ovaru hæddina hjá abbanum og ommuni. Og nógvum fólkum tókti synd í teimum. Men Tóta helt, at hetta var einki petti syrgiligt. Hóast Uttanlandsnevndin hjá Løgtinginum viðger øll mál í trúnaði, hevur strategiin hjá Føroyum í samráðingunum um uppsjóvarfisk ligið alment frammi á heimasíðuni hjá nevndini. Hetta hendir um somu tíð, sum illgruni er um, at onkur í nevndini hevur latið Norðlýsinum upplýsingar frá einari ráðførslu í nevndini um fiskirættindasamráðingarnar við Ísland. Talan er tó ikki um sama mál. Annita á Fríðriksmørk er forkvinna í Uttanlandsnevndini. Hon veit ikki, hví eitt loyniligt skjal hjá Fiskimálaráðnum hevur ligið á heimasíðuni hjá nevndini. Tveir minuttir eftir, at Útvarpið hevði tíðindini um kvoturnar klokkan átta í morgun, vóru skjølini horvin á heimasíðuni hjá Uttanlandsnevndini. Uttanlandsnevndin hevur tagnarskyldu og tað er serliga umráðandi at ein landsstýrismaður kann ráðføra seg frítt í Uttanlandsnevndini, tí málini her snúgva seg um áugamálini hjá landinum. Tí mugu politikarar hevja seg upp um partapolitisk áhugamál, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, sum fer at taka málið um lekan upp í Uttanlandsnevndini. Uttanlandsnevndin hevur sjálv lagt loynilig skjøl út á heimasíðuna hjá nevndini á logting.fo, men tey snúgva seg um svartkjaftakvoturar, sum landsstýrismaðurin hevur í hyggju at áseta. Tey skjølini vórðu tikin av heimasíðuni logting.fo tveir minuttir eftir at útvarpið kundi lesa úr teimum í pressuni klokkan átta í morgun. Vit hoyra útvarpsleikin Loyndarmálið í Venezia. Bjørn Sortland skrivaði og Hjørdis Heindriksdóttir týddi. Finnur Koba sigur frá. Aðrar røddir eru Beinta Clothier og Hjálmar Dam. Elin á R gvi leikstjórnar og leggur til rættis. Høgni Fagraberg er tøkningur. Høvuðspersónur í røðini er norski drongurin Dávur, sum í fyrstu bókini fer við familju sínari at ferðast til Venezia. Á hotellinum hitta tey eini løgin, gomul hjún, sum Dávur fer at forvitnast eftir. Hann fer aftaná teimum inn í barrina hjá Harry, og har hoyrir hann, at tey tosa um málningin Svimjigenturnar á strondini hjá Picasso. Vit hoyra útvarpsleikin Loyndarmálið í Venezia. Bjørn Sortland skrivaði og Hjørdis Heindriksdóttir týddi. Finnur Koba sigur frá. Aðrar røddir eru Beinta Clothier og Hjálmar Dam. Elin á R gvi leikstjórnar og leggur til rættis. Høgni Fagraberg er tøkningur. Høvuðspersónur í røðini er norski drongurin Dávur, sum í fyrstu bókini fer við familju sínari at ferðast til Venezia. Á hotellinum hitta tey eini løgin, gomul hjún, sum Dávur fer at forvitnast eftir. Hann fer aftaná teimum inn í barrina hjá Harry, og har hoyrir hann, at tey tosa um málningin Svimjigenturnar á strondini hjá Picasso. 13.000.000 skjøl eru kunngjørd á netinum í kjalarvørrinum á einum drúgvum rættarmáli móti amerikonsku fregnartænastuni, CIA, skrivar BBC . Tað er ein áhugabólkur, ið eitur MuckRock , sum gjørdi at av at royna málið í rættinum. Nú er avgerðin fallin, og skjølini kunngjørd á netinum. Tað tók áhugabólkinum meira enn tvey ár at fáa CIA at kunngera skjølini, sum bólkurin heldur, at almenningurin hevur rætt til at síggja. Skjølini umfata millum annað kunning um ymiskar kanningar, skjøl frá forkanningum, fráboðanir um flúgvandi borðiskar og sálarligar royndir, sum eru gjørdar. Áhugabólkurin hevur vitjað savnið hvønn dag, útskrivað eitt og eitt skjal, fyri síðani at kunngera tey á internetinum fyri at leggja trýst á myndugleikarnar. Vit hoyra ungdómsbókina Lívið sum Rósa og ein drongur sum eitur Villi. Mass Gahrton og Johan Unenge hava skrivað, Jónvá Danielsen týddi. Marita Dalsgaard lesur. Rósa droymir um at gerast verðinskend poppstjørna. men alt, hon ger, er at spæla trombon í einu býttum hornorkestri og hokki við besta vini sínum Villa. So svíkir besta vinkonan Jessika hana. Ger Rósa ikki bara tað, hini vilja hava hana at gera Ein dagin skilir hon tað. Ein dagin verður tað púra greitt fyri henni, at nú skal hon liva lívið sum Rósa. Vit hoyra bókina Sigursteinurin. Bergur Rasmussen skrivaði og Hans Tórgarð lesur. Í bókini Sigursteinurin, sum er grundað á gomlu søgnina um sigursteinin hjá ravninum, hittast gentan Erla og vætturin Sópikinn. Nógv stuttligt og spennandi spyrst burturúr sambandinum millum vætturin og gentuna ella millum tað forniska og nútíðina. Vit fara ikki at avdúka, hvat hendir, men lata lesarar sjálvar fara eina øðrvísi ferð saman við Sópikinni. Vit hoyra bókina Sigursteinurin. Bergur Rasmussen skrivaði og Hans Tórgarð lesur. Í bókini Sigursteinurin, sum er grundað á gomlu søgnina um sigursteinin hjá ravninum, hittast gentan Erla og vætturin Sópikinn. Nógv stuttligt og spennandi spyrst burturúr sambandinum millum vætturin og gentuna ella millum tað forniska og nútíðina. Vit fara ikki at avdúka, hvat hendir, men lata lesarar sjálvar fara eina øðrvísi ferð saman við Sópikinni. Vit hoyra bókina Sigursteinurin. Bergur Rasmussen skrivaði og Hans Tórgarð lesur. Í bókini Sigursteinurin, sum er grundað á gomlu søgnina um sigursteinin hjá ravninum, hittast gentan Erla og vætturin Sópikinn. Nógv stuttligt og spennandi spyrst burturúr sambandinum millum vætturin og gentuna ella millum tað forniska og nútíðina. Vit fara ikki at avdúka, hvat hendir, men lata lesarar sjálvar fara eina øðrvísi ferð saman við Sópikinni. Vit hoyra bókina Sigursteinurin. Bergur Rasmussen skrivaði og Hans Tórgarð lesur. Í bókini Sigursteinurin, sum er grundað á gomlu søgnina um sigursteinin hjá ravninum, hittast gentan Erla og vætturin Sópikinn. Nógv stuttligt og spennandi spyrst burturúr sambandinum millum vætturin og gentuna ella millum tað forniska og nútíðina. Vit fara ikki at avdúka, hvat hendir, men lata lesarar sjálvar fara eina øðrvísi ferð saman við Sópikinni. Grøna orkan, orkan, sum fekst úr vindi og vatni, í 2016 var 50 prosent, hon var 60 prosent í 2016. Myllurnar góvu 16,4 prosent og vatnið 33,5 prosent í fjør. Tað er júst avbjóðingin, hvussu vit goyma varandi orku til góðveðursdagar, sum nú verður viðgjørd nærri í langtíðarætlanini fyri grønu útbyggingarnar fram til 2030, tá vit ætlandi verða 100 prosent grøn. Kjallarin verður nógv minni enn upprunaliga ætlað, tí parkeringspláss og goymslurúm eru skarvað burtur úr byggiætlanini. Sparingar fyri 15 milliónir krónur. Fleiri tingfólk funnust at sparingunum, tá útbyggingin varð viðgjørd í Løgtinginum í týsdagin. Tí stórur tørvur er á fleiri parkeringsplássum, halda tey. Upprunaliga var ætlanin, at kjallarin í nýggja H bygninginum á Landssjúkrahúsinum, skuldi hava 1.600 fermetrar stóran parkeringskjallara, 500 fermetrar stórt goymslurúm og 1.200 fermetrar stórt tøknirúm. Men parkeringskjallarin og goymslurúmið eru spard burtur til samans 1.100 fermetrar. Tað hevur við sær, at kjallarin nú bara fevnir um tøknirúmið. Landsverk, sum er byggharri í verkætlanini, vísir á, at sprongt er bert fyri goymslurúminum. Talan er tí ikki um at fylla nakað hol upp aftur, sum fleiri tingfólk annars vístu á. Bygginevndin tók avgerð um sparingarnar fyri tveimum árum síðani, tá tær síðstu tekningarnar av H bygninginum á Landssjúkrahúsinum vóru lidnar. Tá varð greitt, at skuldi byggiverkætlanin halda seg innanfyri teir fíggjarkarmar, Løgtingið hevði játtað, mátti okkurt sparast burtur. Avgjørt varð millum annað at taka part av kjallaranum burturúr verkætlanini. Ein sparing uppá 15 milliónir krónur. Byggingin av H bygninginum varð viðgjørd í Løgtinginum í gjár, tí neyðugt millum annad er at játta pengar til tvær isolasjónsstovur, sum ikki vóru partur av verandi verklagslóg, til longdu byggitíðina og til prísvøkstur. Málið er nú farið í Fíggjarnevndina. Spurningurin er so um nevndin fer at skjóta upp, at játta pengar til at fáa parkeringskjallaran og goymslurúmini innaftur í verkætlanina. Lógaruppskotið um at høvuðsumvæla, útbyggja og nútíðargera Landssjúkrahúsið liggur í Fíggjarnevndini, sum kann brúka ein mánað um at viðgera tað. Tann 8. jan var ein serstakur dagur fyri landið. Tað var júst tá, U21 føroyska landslið í hondbólti vann á Finnlandi. Hesin heiðuri gjørdi, at U21 slapp víðari til HM, sum verður í Algeria komandi summar. Sum ítrottarfólk strembar tú altíð eftir fyrsta plássi. Men hetta var langt uppi yvur allar forvæntningar, greiðir Rói Berg Hansen frá. 8 av 10 føroyingum siga í eini Gallup kanning hjá Amnesty Føroya deild, at teir eru tilreiðar at bjóða flóttafólki vælkomin her í Føroyum. Katrin Dam á Neystabø, aðalskrivari í Amnesty Føroya deild heldur, at úrslitini eiga at geva okkum dirvi at viðgera spurningin sakliga og á politiskum stigi. Poul Michelsen, landsstýrismaður sigur, at hann er komin væl áleiðis við fyrireikingunum. Fiskivinnupolitikkur snýr seg um meira enn uppboðssølu, sigur Ásmundur Guðjónsson, sum skjýtur upp, at 20 prosent verða seld, meðan tað, hann kallar skipað grandfathering skal brúkast til restina í eini sonevndari vinnuavtalu . Høgni Hoydal, landsstýrismaður fer at leggja uppskot um nýskipan fyri løgtingið fyri 28. februar. Luttakarar Katrin Dam á Neystabø, aðalskrivari í Amnesty Føroya deild Poul Michelsen, landsstýrismaður Ásmundur Guðjónsson, stjóri í NORA Høgni Hoydal, landsstýrismaður Jógvan Svabo Samuelsen, kønur í amerikanskum viðurskiftum Rufus Gifford, fyrrv. amerikanskur sendiharri í Keypmannahavn Tað stendur í fráboðan frá kanningarleiðaranum hjá løgreglumi í Reykjavík, Grímur Grímsson, í sambandi við leitingina eftir Birnu Brjánsdóttur, sum seinast er sædd á Laugarvegnum í miðbýnum í Reykjavík leygarnáttina. Løgreglan hevur illgruna um, at samband er millum horvnu kvinnuna og trolaran, og at handtiknu menninir hava upplýsingar um, hvar Birna Brjánsdóttir er. Longu í gjár týsdag fóru fýra fólk frá løgregluni í Reykjavík umborð á danska sjóverjuskipið, Triton, sum sigldi tey til Polar Nanoq. Skipini møttust á miðlinjuni millum Grønland og Ísland klokkan 6 í morgun mikumorgun . Men løgreglufólkini fóru ikki umborð á Polar Nanoq, tá skipini møttust, men skipini bæði fylgdust á leiðini til Hafnarfjarðar aftur. Skipini koma bæði í havn í Hafnafirði í kvøld. Í beinleiðis samrøðu í íslendsku sjónvarpi í kvøld segði Grímur Grímsson, kanningarleiðari, at báðir handtiknu menninir eru grønlendingar. Teir hava fingið at vita skuldsetingina, men teir hava ikki úttalað seg enn. Spurdur, um menninir eru undir illgruna fyri at hava framt brotsverk, svarar kanningarleiðarin, at Hildið verður, at teir hava upplýsingar um horvnu Birnu, og teir hava rættindi, sum skuldsettir persónar hava. Tvs. at teir hava ikki skyldu at úttala seg, og teir hava rætt til ein verja. Løgreglan hevur enn ikki tosað við menninar, og tí hava løgreglufólk heldur ikki verið úti og leitað eftir kvinnuni, tí bíðað verður eftir upplýsingum frá monnunum. Handtiknu menninir verða avhoyrdir, so skjótt, sum teir koma í land, og vitni verða eisini avhoyrd. Grímur Grímsson vil ikki siga, hvussu gamlir menninir eru, og hvat teir gera umborð á trolaranum. Vit eru nærri eini uppkláring, segði Grímur Grímsson við RÚV. Men tað er ikki greitt, hvar Birna Brjánsdóttir er. Og eingin ábending er um, at Birna yvirhøvur hevur verið umborð á skipinum. Hetta hendir bert tveir tímar eftir, at Grímur Grímsson, kanningarleiðari, segði við fjølmiðlar, at eingin annar, enn báðir teir handtiknu menninir, vóru undir illgruna í málinum í løtuni. 05 25 Birna er seinast sædd á vakmyndatóli á Laugarvegi 31, og tá hevði hon verið á skemtistaðnum, Húrra. Um somu tíð, sum hon sæst seinast í vakmyndatóli, sást reyður Kia Rio bilur koyra framvið. 5 50 Fartelefonin hjá Birnu verður sløkt. Telefonin hevði samband við mastur í gomlu brandstøðini við Flatahraun í Hafnarfirði. Eftir øllum at døma er fartelefonin sløkt við vilja. Umleið 6 00 Aftur sæst reyður Kia Rio bilur á upptøkum frá vakmyndatólum, hesaferð við havnina í Hafnarfirði, har grønlendski trolarin, Polar Nanoq, liggur við bryggju. 21 00 Løgreglan sendir út eftirlýsing eftir Birnu Brjánsdóttir, sum er 170 cm long og vigar 70 kilo. Hon hevur sítt, ljóst reytt hár. Hon var í svørtum kovboybuksum, gráari troyggju, svørtum jakka við hettu og í svørtum Dr.Marens skóm, tá hon hvarv. Fleiri fólk hjálpa til í privatari leiting. Mamma Birnu, Sigurlaug Hreinsdóttir, sigur, at familja, vinir og ókend fólk hava hjálp til við leitingini. Men fáa upplýsingar vóru fingnar til vega, og var leitað við hundum í miðbýnum í Reykjavík. Men leitingin var framvegis ikki almenn. Tíðliga mánamorgunin eftirlýsir løgreglan í Reykjavík alment bilføraran í reyða Kia Rio bilinum, men ongar aðrar upplýsingar vóru um bilin tá, annað enn, at hann varð sæddur í upptøku frá vakmyndatólum á Laugarvegnum. Um middagsleitið verður almenn leiting sett í verk í miðbýnum í Reykjavík, har serdeildir í leitingum leitaðu høgt og lágt í radius upp á 300 metrar frá, har Birna seinast varð sædd. 17 00 Løgreglan boðar til tíðindafund, og greiðir frá um upplýsingar, sum eru komnar fram um bilføraran á reyða Kia Rio bilinum. Heitt verður á almenningin um at koma við upplýsingum, tí løgreglan stendur so at siga á berum. Tað serliga er, at undir øðrum skógvinum er kavi, og eingin kavi var undir hinum skógvinum, og eingin kavi var, tá Birna seinast varð sædd. Leita verður við hundi, fjarstýrdum kavbátum, dronum og tyrlum, og nógv fólk leita eisini, við havnina í Hafnarfirði, Urriðakotsvatni og Flatahrauni. Á middegi leggur løgreglan hald á reyðan Kia Rio bil í Kópavogi, og tað er ikki váttað, um talan er um sama bil, sum er sæddur í upptøkum frá vakmyndatólum. Í sjónvarpstíðindunum klokkan 19 segði Grímur Grímsson, kanningarleiðari hjá løgregluni í Reykjavík, at kanningarnar um hvornu Birnu vóru í kritiskari fasu. Stutt eftir verður sagt, at íslendska sjóverjan hevur biðið um hjálp frá danska sjóverjuskipinum, Triton, sum er statt á leiðini millum Ísland og Grønland, at løgreglan kann brúka Trion sum støð, um tað verður neyðugt. Tað verður tó ikki váttað, at hetta er í sambandi við horvnu Birnu. Grímur Grímsson sigur í samrøður við fjølmiðlar um midnáttarleitið, at eingin er handtikin umborð á grønlendska trolaranum í sambandi við málið. Løgreglan kannar fartelefonupplýsingar og kannaði, um aðrar fartelefonin, sum vóru í miðbýnum, tá Birna seinast varð sædd, høvdu samband við somu støðir og við fartelefonina hjá Birnu. Útgerðarmaðurin hjá Polar Seafood í Danmark, Jørgen Fossheim, boðar frá, at hann kemur til Íslands í kvøld, og at reiðaríið fer at hjálp við øllum, sum til ber. Á middegi í dag sóust upptøkur av løgreglufólkum, sum fóru umborð á eina tyrlu hjá íslendsku sjóverjuni, sum stendur á flogvøllinum í Reykjavík. Umleið kl. 14 Tyrlan hjá íslendsku sjóverjuni lendir aftur á flogvøllinum í Reykjavík. Tyrlan varð flutt inn í hangarin, áðrenn lúkurnar vórðu latnar upp. Tí sást ikki, um servandu løgreglufólkini vóru við aftur til lands. Umleið kl. 18 30 Løgreglan boðar frá, at tveir menn eru handtiknir umborð á grønlendska trolaranum, Polar Nanoq. Teir eru báðir grønlendingar, og teir hava ikki úttalað seg enn. Eingin annar er undir illgruna. Hetta hendir bert tveir tímar eftir, at Grímur Grímsson, kanningarleiðari, segði við fjølmiðlar, at eingin annar, enn báðir teir handtiknu menninir, vóru undir illgruna í málinum í løtuni. Tveir av manningini, sum báðir eru grønlendingar, vórðu handtiknir um middagsleitið í dag, og klokkan hálvgum níggju í kvøld varð triðji maðurin handtikin. Einki verður sagt um, hvør landsmaður hesin er. Miðflokkurin heitir á løgmann, um at bjóða komandi amerikanska forsetanum, Donald Trump, og russiska forsetanum, Vladimir Putin til Føroya at fundast. Í sambandi við at komandi amerikanski forsetin, Donald Trump, alment hevur boðað frá, at hann sum eitt tað fyrsta ætlar at møta russiska forsetanum Vladimir Putin, og at hann møguliga ynskir at halda fundin í Íslandi, mælir Miðflokkurin løgmanni til at bjóða teimum til Føroya at fundast. Føroyar er eitt av fáum samfeløgum í heiminum, sum hava frið við bæði stórveldini. Landafrøðiliga støða Føroya talar eisini fyri møguleikanum, skriva Jenis av Rana og Bill Justinussen í tíðindaskrivi. Tað boðar Fiskimálaráðið frá í tíðindaskrivi í morgun. Í fjør var svartkjaftakvotan 275.832 tons, og kvotan av norðhavssild í fjør var 56.087 tons, so kvoturnar økjast nógv. Stóri vøksturin í føroysku kvotunum stendst í fyrsta lagi av, at strandarlondini samdust seinasta heyst at hækka mest loyvdu veiðu fyri báðar stovnar samsvarandi havlívfrøðiligu ráðgevingini frá ICES fyri 2017. sigur Fiskimálaráðið. Størsti prísvøksturin í fjør var hjá gistingarhúsum og matstovum, ella matveitarum, sum tað stendur í hagtølunum, har hækkaði prísurin 1,9 prosent. Rúsdrekka og tubbak gjørdust 1,4 prosent í fjør enn í 2015. Hetta er fyrstu ferð síðani í fyrsta ársfjórðingi í 2013, at prísirnar hækka. Men allir prísir hækka tó ikki. Oljan er framvegis bílig, og tað er rentan á húsalánum eisini. Býlisprísir fóru tí 4,1 prosent niður í fjør. Flutningur og innbúgv gjørdist eitt sindur bíligari í fjør. Brúkaraprístalið í fjórða ársfjórðingi í fjør var 117,3, tað var 116,4 í fjórða ársfjórðingi í 2015. Sambært italskum miðlum, er hotelli undir í kava, og partvíst rapað, sigur DR. Skalvalopið hendi eftir at jarðskjálvti hevði verið í gjár, mikudagin. Í løtuni vita myndugleikarnir í Miðitalia ikki heilt neyvt, hvussu nógv fólk vóru á hotellinum, tá tað varð rakt av skalvalopinum. 30 fólk eru fyribils saknað. Støðan kundi tó verið munandi verri, og enn fleiri fólk kundu verið deyð og saknað, um skalvalopið hendi um vikukiftið, tá nógv fleiri fólk vóru á hotellinum. Brúkaraprísurin í Føroyum er hækkaður í 2016. Tað merkir, at tú og eg fáa minni fyri okkara pengar, tá vit fara í handlarnar at keypa. Klæðir og skógvar eru dýrkað við 1,8 . Hotellini og matveitarirnir hava sett prísirnar upp við 1,7 og matvørur eru blivnar 1,1 dýrari at keypa. Og at tað er vorðið dýrari at keypa hús, er ikki nøkur nýggj tíðindi. Hagstovan skrivar, at býlisprísirnir eru hækkaðir við 1,5 í 2016. At prísurin fer upp er tekin um ein sunnan búskap , sigur Heri á Rógvi. Og Hetta er ikki ein stórur vøkstur. Brúkarin fer ikki at merkja prísvøksturin , leggur hann afturat. Vit skulu ansa eftir, at prísirnir ikki vera óvanliga høgir, men sum nú er, er inflatiónin á einum toliligum støði, og prísstøðið í Føroyum er sum heild munandi betri, enn tað hevur verið. Seinastu árini hava vit sæð eina rættiliga óvanliga prísgongd, so hetta, vit síggja nú, er, at marknaðurin sjálvur tillagar seg , sigur Heri á Rógvi. Hann greiður frá, at tað er óvanligt, at prísirnir lækka fleiri ár á rað. Vit skulu vænta, at prísvøksturin heldur fram komandi árini. Búskaparfrøðingurin greiður frá, at vit kunnu vænta ein prísvøkstur, sum er væl hægri enn tann, vit sóu í 2016. Og tað er her, fakfeløgini skulu koma inn. Tey skulu syrgja fyri, at vit fáa samsvarandi meir í løn , greiður búskaparfrøðingurin frá. Orsøkin til, at annarhvør føroyingur hevur d vitamintrot, er, at vit fáa ikki nóg mikið av sóllarljósi. Tey, sum kenna seg móð og illa uppløgd, eiga at máta innihaldið av d vitaminum í blóðinum, sigur Katy við Skipá, farmakonomur á Tjaldurs Apoteki. Nógv gløs av d vitaminum verða seld á apotekinum hvønn dag. Katy við Skipá mælir til, at tú tekur úrslitið frá blóðroyndunum við, tá tú skalt keypa d vitaminir. Tí tað er týdningarmikið, at vit geva røttu nøgd av d vitamin, sigur hon. Hoyr samrøðuna við Katy við Skipá oman fyri her. Robert Strok og Johannes Becker eru nøvn, ið kanska ikki siga okkum øllum her í Føroyum so nógv enn. Men samlað hava teir 1.5 milliónir fylgjarar á sosiala miðlinum Instagram. Og á youtube hevur Rob Stroke, sum hann kallar seg har, umleið 40.000 fylgjarar. Til felags hava teir at teir taka myndir alla møguliga staðni í heiminum. Teir komu at kennast fyri umleið tveimum árum síðan gjøgnum Instagram. Teir hava samskift nógv saman, men hittust ikki andlit til andlits fyrr enn teir í ár fóru á ferð saman. Ferðamálið hjá teimum hesaferð var Føroyar. Avhoyringin av monnunum, ið vórðu handtiknir umborð á grønlendska trolaranum, Polar Nanoq, er liðug, sigur íslendska kringvarpið, RUV. Enn er støða ikki tikin til, um løgreglan fer at biða um at fáa mennirnar varðhaldsfongslaðar. Íslendska løgreglan gjørdi kanningar á trolaranum, ið kom á Hafnafjørðin mikukvøldið. Men kanningarleiðarin hjá íslendsku løgregluni vil ikki siga, um løgreglan fann nakað illgrunavert umborð á grønlendska trolaranum. Sambært RUV er ongin annar av manningini á trolaranum undir illgruna. Íslendska løgreglan hevur leitað eftir einari 20 ára gamlari gentu síðani leygarkvøldið. Ein reyður bilur er sæddur á vakmyndatólum koyra fram við gentuni. Bilurin er eisini sæddur á vakmyndatólum í Havnini í Hafnarfirði, har grønlendski trolarin lá við bryggju. Sjey mánamorgnar í november og desember mánað í 2016 var eitt fast innslag í morgunsendingini um haruskjóting í Føroyum. Fyrst var ein tekstur um føroysku haruna ella haruskjóting í Føroyum lisin. Aftaná ringdi morgunsendgin til Eyðfinn Magnussen fyri at frætta tað nýggjasta um haruveiðuna, og hvussu hon hevði hilnast. Teir sjey tekstirnir, sum vórðu lisnir upp í hesum sendingunum, kunnu lesast her Revsilógin skal herðast, tá ræður um kynslig brotsverk. Aksel V. Johannesen, løgmaður, legði stutt fyri jól uppskot fyri Løgtingið um at dagføra og herða partin í revsilógini, sum er um kynslig brotsverk. Funnist verður at, at ásetingarnar í revsilógini um kynslig brotsverk ikki eru dagførdar, síðani revsilógin varð yvirtikin í 2009. Serliga er neyðugt at dagføra ásetingarnar um neyðtøku, um at misbrúka fólk, sum ikki fáa vart seg, og kynsligt samband við ættleidd børn. Harafturat verða nøkur kynslig brotsverk ikki revsað, um tey verða framd í hjúnalagi, ella kann revsingin detta burtur, um partarnir seinni giftast. Tað er serliga vitjunarttænastana og klædnahjálpina, sum vit vilja gera enn betri. Eisini vilja vit hava føroyingar við tá kreppuhjálp verður latin úti í heimi, sigur dagligi leiðarin í Reyða Krossi, Gunnleyg Durhuus. Morgunsendingin var á gátt á skrivstovuni hjá Reyða Krossi Føroya Deild, sum er á Bryggjubakka í Havn. Gunnleyð Durhuus greiðir frá um lestartíðina hjá sær, um arbeiðsroyndir og nú hon situr sum dagligur leiðari hjá Reyða Krossi, Føroya Deild. BankNordik hevur latið 623 listaverk til ein sjálvsognarstovn, sum skal umsita og nøra um savnið. Vit tosa við Árna Ellefsen, bankastjóra, og Helga Fossadal, formann í nýggja BankNordik savninum. Tvey ummæli eru á skránni. Guðrun Gaard, bókmentafrøðingur, ummælir krimiskaldsøguna Drotningaringurin eftir Jógvan Isaksen. Og Erhard Jacobsen, bókavørður og tónleikakønur, ummælir og lesir essay um Føroysku rokksøguna, haðani vit eisini hoyra nøkur løg. Vit práta við Snorra Brend, sum hevur skrivað nýmótans bygdasøguna um Norðdepil, Hetta er okkara bygd. Á mentanarkaf ina eru eisini komnar Olga Biskupstø og Sunneva Gudmundsdóttir Mortensen at práta um matmentan, matoyðsl og slowfood. Vit leggja fyri við Brynhildartátti. Hákun Jacobsen skipar í Dansifelagnum í Havn. Sumbingar kvøða brot úr Regin Smiði. Nólsoyingar kvøða donsku brúðarvísuna I ærlige brudefolk. Sumbingar kvøða Kong Hans. Hilmar Kass skipar Fisken tager sin føde i vand í Dansifelagnum í Havn. Og at enda hoyra við Dansifelagið í Havn kvøða Jeg lagde mit hoved til elverhøj. Ingibjørg í Hoyvík skipar. Her á heimasíðuni eru kvæðini í fullari longd. Tó er upptøkan við sumbingum frá 1959 bara eitt brot úr tí fyrsta í Regini Smiði Høgni Hoydal, landsstýrismaður hevur gjørt av at hækka kvotuna av svartkjafti við góðum 200.000 tonsum og kvotuna av sild við sløkum 70.000 tonsum, umframt at kvotan av makreli hækkar nakað. Tað fer at síggjast aftur hjá bæði vinnuni og samfelagnum, sigur Høgni Hoydal. Ongar ætlanir eru um at dagføra landsvegin til Kaldbaks. 500 bilar koyra á vegnum um samdøgrið. Til ta ferðsluna metir Landsverk vegin at vera nóg góðan. Landsverk metir, at vegurin kann haldast við vanligum viðlíkahaldi og møguliga onkrum trygdarábótum so sum víkiplássum og ella betri sýni. BankNordik átti fleiri enn 900 listaverk, sum gamli Føroya banki og Sjóvinnubankin keyptu inn gjøgnum eitt langt áramál. Nú eru 623 av hesum listaverkum latin einum sjálvsognargrunni, ið kallast BankNordik savnið. Talan er um listaverk eftir okkara mætastu listafólk, teirra millum Ingálv av Reyni, Mikines, Kampmann, Waagstein og nógv onnur. Bankin keypti nógv listaverk, eisini fyri at stuðla listafólkunum, sum høvdu trong kor at byrja við. Serliga Sv. Aage Nonnegaard Petersen, vanliga nevndur Nonnegaard, ið var stjóri í Føroya banka í 1950 og 60 árunum, var tiltikin listakeypari. Helgi Fossadal er valdur til formann í BankNordik savninum. Vit práta við Árna Ellefsen, stjóra í BankNordik, og Helga Fossadal. Bankin varðveitir sjálvur góð 200 listaverk, og av hesum hevur landið forkeypsrætt til tey 80 virðismiklastu. Robert Strok og Johannes Becker eru nøvn, ið kanska ikki siga okkum øllum her í Føroyum so nógv enn. Men samlað hava teir 1.5 milliónir fylgjarar á sosiala miðlinum Instagram. Og á youtube hevur Rob Stroke, sum hann kallar seg har, umleið 40.000 fylgjarar. Til felags hava teir at teir taka myndir alla møguliga staðni í heiminum. Teir komu at kennast fyri umleið tveimum árum síðan gjøgnum Instagram. Teir hava samskift nógv saman, men hittust ikki andlit til andlits fyrr enn teir í ár fóru á ferð saman. Ferðamálið hjá teimum hesaferð var Føroyar. Enn er ógreitt, hvussu nógv skal latast og hvussu nógv skal seljast Eitt er hægri kvotur, annað er telvingin um, hvør skal sleppa at fiska fiskin, og hvussu tað skal skipast. Løgtingið hevur samtykt, at allur fiskur sum kemur aftrat, skal seljast á ein ella annan hátt. Tað arbeiðið er eftir, og tí fer Høgni Hoydal leggja uppskot um broytingar fyri løgtingið í næstu viku. Uttanlandsnevnin hevur í morgun staðfest, at upplýsingarnar um ætlaninar hjá Høgna Hoydal um fiskivinnusmaráðingarnar í Íslandi koma ikki frá nevndini, sigur forkvinnan, Annita a Fríðriksmørk. Sunneva G. Mortensen og Olga Biskupstø greiða frá, hvussu okkara matmentan kann vera við til at venda hugburðinum um matoyðsl og matspillu í Føroyum. Komið verður inn á hugtøk sum slow food, ið er vorðin ein altjóða rørsla, sum skal fáa okkum at gagnnýta og njóta mat betur. Tað skal vera gott, tað skal vera reint, og tað skal vera rættvíst. Føroyska rokksøgan kom út í bók síðsta summar. Høvundarnir eru Hans Egholm, Kartin L. Hansen, Niels Uni Dam og Uni L. Hansen. Á Mentanarkaf ini ummælti Erhard Jacobsen, bókavørður og tónleikakønur, stórverkið, sum leiðir okkum gjøgnum eitt drúgt tíðarskeið í søguni hjá føroyskum popptónleiki. Vit hoyra eisini nøkur løg, sum hann hevur valt út á leiðini. Hetta er ein liður í at skapa størri áhuga fyri fótbólti millum kvinnur, sigur Christian Andreasen, formaður í Fótbóltssambandinum. Sambært Christian Andreasen hava bara tvær kvinnur sitið í nevndini síðan Fótbóltssambandið varð stovnað. Tær eru Malan Mohr og Sunniva Kollslíð. Drotningaringurin er ein krimiskaldsøga við hugflogi, har høvundurin megnar at gjøgnumføra summi av hugskotunum væl, men onnur missa flogið nakað á leiðini. Millum annað hetta sigur Guðrun Gaard, bókmentafrøðingur, í sínum ummæli av 13. krimiskaldsøguni hjá Jógvani Isaksen. Hetta er ein sterkur bólkur, men vit fara sjálvandi eftir at spæla okkara víðari til sjálva HM undankappingina, sigur Pætur Clementsen, A landsliðsvenjari hjá kvinnum. Keldan veit eisini at siga, at nakrir av manningini umborð á grønlendska trolaranum, Polar Nanoq, høvdu leigað bilin frá fríggjadegnum til seint leygardagin frá bilútleigara í Akureyri. 20 ára gamla Birna Brjánsdóttir er seinast sædd á Laugavegnum í miðbýnum í Reykjavík tíðliga leygarmorgunin, um somu tíð, sum ein reyður Kia Rio bilur er sæddur koyra har. Tveir av manningini, teir eru báðir grønlendingar, vórðu handtiknir um middagsleitið mikudagin umborð á trolaranum, Polar Nanoq. Teir hava báðir verið í grúndlógaravhoyri í dag og eru varðhaldsfongslaðir í 14 dagar. Ein Guðberg Jónsson, ákæri, sigur, at løgreglan hevur rímiliga orsøk til at halda, at menninir báðir hava samband við, at eingin hevur frætt frá Birnu Brjánsdóttir síðani leygarin. Telvarin, havrógvarin og dartspælarin siga sína hugsan, og tað sama ger ÍSF forsetin. Heimavøllurin vitjar Klaksvíkar fimleikafelag. Forlagið Sprotin gav út bókina í 2015, Edward Fuglø hevur gjørt kápumyndina til føroysku útgávuna. Sonja Kjølbro hevur staðið fyri umbótingini. Í mai í fjør vildi helvtin av føroyingum ikki hava flóttafólk til Føroya, men seks mánaðir seinni vildu fýra av fimm føroyingum hava flóttafólk til Føroya. Ynski um støðug politisk viðurskifti í Norðuratlantshavi hava uttan iva verið orsøk til sjónarmið breta, heldur Regin Berg, master í lóg og altjóða viðurskiftum. Seinnapartin í dag okkara tíð verður Donald Trump nýggjur forseti í USA, og hátíðarhaldið verður stórt og flott. Altjóða miðlar skriva, at talan verður um dýrasta setanardag hjá nøkrum forseta í søguni. Fleiri miðlar skriva, at samlaði kostnaðurin fyri serliga dagin liggur um 100 milliónir amerikanskar dollarar ella 700 milliónir danskar krónur, meðan aðrir halda, at kostnaðurin er tvífalt so høgur sum hetta. Tíðindini um setanina seinastu vikurnar hevur tó í mestan mun verið, hvør fer og hvør fer ikki at upptraðka ella á annan hátt at luttaka á sjálvum degnum. Fleiri kendir tónleikarar hava alment boðað frá, at teir ikki hava hug at syngja ella spæla fyri nýggja forsetanum, so tað er ikki lønir til stórar stjørnir, sum tyngja fíggjarætlanina í dag. Sambært New York Times er tað serliga trygdin, sum kostar nógv. Øll rokningin endar tó ikki hjá skattgjaldaranum. Vinir og kenningar hjá nýggja forsetanum í sonevndu presidentiellu setanarnevndini fíggja stóran part av degnum. Teir báðir menninir umborð á grønlendska trolaranum, Polar Nanoq, sum vórðu varðhaldsfonglsaður í Íslandi í gjár, eru varðhaldsfongslaðir fyri morð. Menninir eru varðhaldsfongslaðir eftir grein 211 í íslendsku revsilógini, og hesin partur snýr seg um morð. Tað visti íslendski miðilin Vísir at siga í nátt. Ein triðji maður, ið var við skipinum, er eisini varðhaldsfongslaður. Hetta tí, at løgreglan í samband við kanningararbeiðið umborð á Polar Nanoq kom fram á 20 kilo av hassji. Maðurin varð handtikin umborð á trolaranum, tá hann kom í havn. Løgreglan tók mannin við á støðina, hann varð síðani avhoyrdur í gjár og varðhaldsfongslaður í gjárkvøldið. Teir báðir menninir, sum eru tiknir fyri morð og tann triðji, sum er tikin í samband við hassj eru grønlendingar, skrivar grønlendska kringvarpið, KNR. Í Grindini hesa ferð hitta vit Oddfríð Marna Rasmussen, sum í heyst gav yrkingasavnið, Úrtíð, út. Hetta er seytjanda útgáva høvundans, og Grindin vitjaði Oddfríð til eitt prát um Úrtíð, foreldraleiklutin og barndómin og ungdómin á bygd. Aftur í fjør stóð bókasølan seg væl, hóast hon í fleiri umførum verður spádd at hvørva í gloymskunar hav vegna frambrot innan miðlar, samskiftistøkni og undirhaldsídnaði. Vit tosa við Berg D. Hansen, bókmentafrøðing, um hetta fyribrigdi. Síðani verður klassiski leikurin hjá Sofokles, Elektra , settur upp á tjóðpallinum. Grindin vitjaði Gamla Mejaríið undir venjingunum. At enda fara vit at fregnast um spennandi mentanarfestivalin, Nordic Matters, ið júst er settur í Southbank Center í London. Festivalurin er eitt samstarv millum øll norðurlond, har fleiri føroysk listafólk luttaka á áralanga festivalinum, sum skal varpa ljós á norðurlendska list. At greiða okkum nærri frá festivalinum hava vit fingið Aldu Joensen frá mentamálaráðnum í sjónvarpsstovuna. Lagt til rættis Sissal Kampman, Heini í Skorini og Pætur M. Dahl. Upptøkur og klipp Hallur Thomsen og Bjarni Rubeksen. Sett saman Hans Petur Hansen. Jeanette Ellefsen Blaasvær, er nývald í skúlastýrið í Hoyvíkar skúla. Tá hon, í heyst, valdi at stilla upp, visti hon ikki nógv um tær uppgávur, sum eitt skúlastýri skal taka sær av. Tað veit Jeanette framvegis ikki. Tí gleðir hon seg evnisdagin, sum verður í høllini á Læraraskúlanum í morgin, leygardagin. Í samband við at nýggju skúlastýrini, sum vórðu vald í november í fjør, nú fara til verka, skipar felagið Heim og Skúli, saman við Mentamálaráðnum, fyri evnisdegi fyri øll fráfarandi og nývald skúlastýri í landinum. Ætlanin er at geva nýggju skúlastýrunum amboð, hugskot og íblástur til komandi 4 ára skeiðið. Annika Sølvará, forkvinna í felagnum Heim og Skúli. og Jeanette Ellefsen Blaasvær, nývald í skúlastýrið í Hoyvíkar skúla, eru í útvarpsstovuni. Føroyski laksaútflutningurin vaks frá januar november í fjør við útivið einari milliard krónum, ið svarar til 17 prosent, í mun til árið frammanundan. Laksanøgdin var umleið hin sama, men virðið á laksinum, sum varð fluttur av landinum, vaks fyrstu 11 mánaðirnar í 2016 við 753 milliónum krónum. Í 2015 varð laksur fyri 2.529 milliardir krónur útfluttur frá januar november. Í 2016 var tað talið 3.282 milliardir krónur, skrivar Hagstova Føroya . Vit hava verið í samband við føroyingarnar, og reiðaran hjá felagnum. Teir hava ikki hug til at gera samrøðu, men teir hava tað allir gott. Tað sigur Jan Lamhauge, tíðindamaður, sum er í Reykjavík, har løgreglan í løtuni kannar, um ein 20 ára gomul kvinna varð dripin síðsta vikuskifti. Føroyingarnir, sum eru við grønlendska trolaranum, eru reinsaðir fyri allan illgruna. Tað sigur íslendska løgreglan við tíðindamannin hjá Kringvarpinum. Teir hava tað gott, hóast tað kann tykjast dramatiskt, at tyrla var á skipinum og handtøkur hava verið umborð, segði Jan Lamhauge í Degi og viku hóskvøldið. Løgreglan í Reykjavík váttar fyri Kringvarpinum, at føroyingarnir við Polar Nanoq als ikki eru undir illgruna. Hvørki í málinum um horvnu kvinnuna ella hassjmálinum. Tveir grønlendskir menn, ið sigla við trolaranum, eru handtiknir í málinum um horvnu gentuna, og ein triðji er handtikin í málinum um 20 kilo av hassji. Í februar kemur ein eftirmetingarnevnd frá danska akkrediteringsstovninum IKAS til Føroyar at meta um, hvussu føroysku sjúkrahúsini liva upp til krøvini í Den danske kvalitetsmodel, sum eru altjóða og donsk krøv til sjúkrahús. Ongi formlig krøv eru í dag í føroyska heilsuverkinum til skipaða stýring av trygd og dygd. Hetta merkir, at tá vit í dag skulu meta um fakligu trygdina og dygdina í heilsuverkinum, ganga vit út frá, at hetta er í lagi, men vit vita tað ikki. Tað skrivar Heilsumálaráðið í formælinum til handbókina, við teimum akkrediteringskrøvunum, sum sjúkrahúsini nú skulu liva upp til, og eftirmetast eftir. Í heilsunýskipanini, sum varð løgd fram í november 2013, varð dentur millum annað lagdur á, at størri fokus skuldi setast á sjúklingatrygd og dygd í heilsuverkinum. Endamálið við akkrediteringini er, sambært Heilsumálaráðnum, javnan at tryggja trygdina og dygdina í øllum heilsuveitingum, umframt at tryggja betri og meira samanhangandi sjúklingagongdir. Den danske Kvalitetsmodel er ein langur listi við krøvum um ymisk viðurskifti. Tað eru krøv um skjalfesting og mannagongdir viðvíkjandi leiðslu, starvsfólkapolitiki, trygdar og váðastýring, tilbúgving, reinføri, heilivág, diagnostikki, útgerð, samskifti, endurmenning og nógvum øðrum. Hesi krøv eru í stóran mun grunda á altjóða krøv til sjúkrahús. Krøvini til tey føroysku sjúkrahúsini eru tó í ein ávísan mun tillagað føroyska lóggávu og viðurskifti, upplýsir Heilsumálaráðið. Stórur dentur verður lagdur á, at sjúkrahúsini hava skjalfestar mannagongdir um hesi viðurskifti, og at starvsfólk vita um mannagongdirnar. Í okkara grannalondum verða sjúkrahúsini og aðrir partar av heilsuverkinum akkrediterað , og í danmark vóru sjúkrahúsini fyri fyrstu ferð eftirmet eftir Den danske kvalitetsmodel í 2010. Tað var eitt seta stórt arbeiði hjá donsku sjúkrahúsunum at fyrireika seg til fyrstu eftirmetingina. Nógvar atfinningar vóru eisini, millum annað av, at skjalfestingin tekur tíð frá viðgerð. Føroysku sjúkrahúsini hava í nøkur ár fyrireika seg til eftirmetingina, og 20. 23. februar, kemur ein eftirmetingarnevnd frá danska stovninum IKAS, at meta um hvussu føroysku sjúkrahúsini liva upp til krøvini í Den danske kvalitetsmodel. At sjúkrahúsið livur upp til krøv At sjúkrahúsið í stóran mun livir upp til krøvini, og at tað sum manglar ikki hevur stóran týdning í mun til krøvini í sett verða At sjúkrahúsið í minni mun livir upp til krøvini, og at tað sum manglar, hevur týdning í mun til krøvini At sjúkrahúsið ikki livur upp til krøvini, og at tað sum er gjørt bert eru ætlanir IKAS kann síðani vegleiða sjúkrahúsini um, hvat skal til fyri at betri at liva upp til krøvini. Og sjúkrahúsini skulu síðani eftirmetast umleið triðja hvørt ár. Annika Olsen harmast um, at Kaldbaksnevndin ikki varð hoyrd fyrr, men hóast hon skilir Kaldbaksfólk, vil hon ikki siga, hvat hon sjálv heldur um ætlanina. Hon lovar tó Kaldbaksfólki eina sakliga viðgerð, og eitt skjótt svar. Kaldbaksnevndin handaði eisini mótmælið til yvirfriðingarnevndina, og heittu á hana um at taka góðkenningina av útbyggingini aftur og viðgerðina upp av nýggjum. Í skrivinum til kommununa, leggja Kaldbaksfólk eisini upp til, at grótið úr Eysturoyartunlinum í staðin kann brúkast at breiðka vegin úr Kaldbaksbotni til Kaldbaks ella til at økja um brimgarðin í bátahylinum í Kaldbaksbotni. Um nakrar fáar tímar fer innsetanin av nýggja forsetanum í USA fram. Ein hátíðarlig løta, sum amerikanar rópa inauguration. Vit hava einki føroyskt orð fyri innsetanina, men Góðan Morgun Føroyar hevur umsett eina gjøgnumgongd av tí, sum fer fram á degnum. Trump verður 45. forseti í USA. Vit skulu ikki ræðast Obama segði undan valinum, at verður Trump forseti, er heimsfriðurin í vanda. Men heimurin eigur ikki at bera ótta, heldur føroyskur eygleiðari av amerikanska valinum. Vit fara at síggja eina mildari útgávu av Trump , heldur Tóri Højgaard, tíðindaleiðari á R7 og eygleiðari. Hoyr ljóðbrotið frá GMF omanfyri. Hoyr spennandi kappingina her millum Trónd Vatnhamar og Finnur Koba, ið kappast móti Solveig Hanusardóttir Olsen og Knút Háberg Eysturstein Tað kom fram í Løgtinginum í gjár, tá Henrik Old, landsstýrismaður, í tinginum í gjár svaraði skrivligum fyrispurningi frá Jacob Vestergaard, tingmanni. Henrik Old, landsstýrismaður, kundi ikki svara nágreinliga, hvørjari tíðar og kostnaðarætlan arbeitt verður eftir tá hann svaraði fyrispurninginum. Arbeitt verður í løtuni við at gera nýggja arbeiðsætlan saman við nýggja arbeiðstakaranum á staðnum. Arbeiðið ikki er liðugt, men væntandi verður tað áðrenn nakrar vikur eru gingnar, segði Henrik Old. Viðvíkjandi kostnaði, so verður arbeitt eftir upprunaligu kostnaðarætlanini, meðan útreiðslur í sambandi við ósemjur og krøv eru lagdar fyri gerðarættin at taka støðu til. Úrslitið av gerðarrættarmálinum verður avgerandi fyri, hvat endaligi kostnaðurin verður, segði Henrik Old í Løgtingum í gjár. Men kortini væntar landsstýrismaðurin, at kostnaðar og tíðarætlan verður ørvísi enn upprunaliga mett. Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum. Hóast ongin almenn, formlig krøv higartil hava verið til skipaða stýring av trygd og dygd í heilsuverkinum í føroyum, heldur Sirið Stenberg tó ikki, at dygdin og trygdin higartil hevur verið vánalig. Eftirmetingin er ein møguleiki at læra og betra um nøkur viðurskifti. Krøvini til tey føroysku sjúkrahúsini, serliga krøvini um dokumentering, eru í ein ávísan mun tillagað føroyska lóggávu og viðurskifti, upplýsir Heilsumálaráðið. Føroya Stiftsstjórn, Felagið fyri kirkjuráðslimir og Prestafelag Føroya hava sent Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í Mentamálum hoyringssvar viðvíkjandi uppskotinum um at taka kirkjuliga signing av borgarliga vígdum hjúnum úr hjúnalagslógini. Í skrivinum stendur at borgarliga gift kona og maður, har annað ella bæði eru limir í fólkakirkjuni hava lógartryggjað krav upp á kirkjuliga signing. Hetta skal vera óbroytt. Hetta merkir, at bæði bispur, kirkjuráðslimir og prestar vilja varðveita hjúnabandslógina, sum hon er, og at grein 14 stykki 2, sum lógartryggjar rættin til kirkjuliga signing, ikki skal takast úr lógini. Teir siga sostatt ikki beinleiðis nakað um, hvussu prestar skulu bera seg at, um borgarliga vígdir hjúnafelagar av sama kyni koma í kirkjuna at fáa signing. Uppskotið um at taka grein 14 stykki 2 úr hjúnabandslógini varð sent til almennar hoyringar í síðstu viku, og skal fyri løgtingið í næstum. Verður tað samtykt, skal ríkislógartilmælið, sum gevur samkyndum loyvi at giftast, samtykjast í Fólkatinginum. Vikan, sum byrjaði við aftur einum ódnarveðri, sum fekk Henrik Old at hótta við at steingja vegirnar, tí fólk akta so illa almennu ávarðingarnar. Sunnudagin vóru eisini álvarsamar hálvalmennar ávarðingar. Nøkur av okkum fingu at vita, at vit liva og hava livað í synd. Men so eru vit ávarðað. Nýggi borgarstjórin í Tórshavnar Kommmunu droymir um eitt universitet í høvuðsstaðnum ja, hon heldur, at tað hava vit øll ynskt okkum. Men tað sum vit lítla og onga ávirkan hava á er, hvør verður forseti í USA. Heimsins mætasti maður, plaga vit at siga. Í løtuni liggur hann helst í harðari kapping við Putin. Og báðir eru teir bodnir til Føroya at vitja. Tá vit fara ein túr út í okkara vøkru náttúru, so verða vit bergtikin, sigur 19 ára gamli Hans Meinhard í Eyðansstovu. Ungdómurin er ikki stórur í Mykinesi, men Hans Meinhard, sum er helvtin av teimum, hevur eina greiða fatan av, hvussu vit skulu fara um náttúruna. í 2009 setti Olga Biskopstø Slowfood á stovn í Føroyum. Slowfood er ein altjóða felagsskapur, ið er eitt mótmæli ímóti fast food ketum. Slowfood leggur dent á burðardygd og at stimbra lokala matmentan. 10. jan. var eitt tiltak í Perluni, ið Slowfood Føroyar skipaði fyri. Frívillig høvdu savnað ráðvørur frá handlum, ið annars høvdu verið blakaðar burtur. Við hesum ráðvørum bleiv suppa og djús gjørd til fólk, ið luttóku. Tey væntaðu ikki, at Donald Trump hevði nakran kjans, og hann fekk heldur ikki fleiri atkvøður enn Hillary Clinton, sum fekk 2,9 milliónir atkvøður fleiri enn hann. Men Donald Trump vann valdið. Fólk skulu hava búð í Føroyum í 40 ár fyri at fáa fult útgjald úr Samhaldsfasta. Tað rakar eisini tey, sum hava goldið inn í Samhaldsfasta alla tíðina síðani grunnurin byrjaði, men sum hava búð her styttri enn 40 ár. Gjørt er vart við órættin fyri meira enn einum ári siðani, men enn er einki gjørt fyri tey, sum hetta rakar. Ímynda tær, at tú dyrkar títt egna grønmeti í stovuni við ongum øðrum enn dagsljósi og skarninum frá tínum akvariufiskum. Tað ber væl til. Tað vita tey á samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum, sum hava bygt eitt øðrvísi gróðrarhús í einum kjallara í Havn. Tað eru ikki nógv fólk, ið megna at geva eina kókibók út sum 17 ára gomul, men tað er tað, sum Katrin Joensen Næs er í holt við. Hon byrjaði uppá at skriva bókina sum 14 ára gomul, tí hon føldi, at eingin trúði, at hon fór at klára tað. Verkætlanin er nú skjótt liðug, og hon er til reiðar at byrja aðrar verkætlanir nú. Í sendingini práta vit við umboð fyri SlowfoodFøroyar um tiltakið Diskosuppa í Perluni, Ingmar Valdemarson á Løgmansbø frá NGOini Ringrás og umhvørvisáhugaðu Elsu Berg. Eisini vitja vit á Brennistøðini á Hjalla og hoyra um kókibókina, sum 17 ára gamla Katrin Joensen Næs skjótt gevur út. Klummuna hevur mykinesmaðurin Hans Meinhard í Eyðansstovu gjørt. Hesum boðar Vinnumálaráðið frá í fráboðan, eftir fund millum landsstýrismann, Poul Michelsen, og danska samferðslumálaráðharran, Ole Birk Olesen, í gjár. Í fyrsta umfari verður arbeitt við, at føroyskir myndugleikar skulu umsita uppgávur, sum almenna danska fyritøkan, Naviair, í dag røkir í sambandi við flogferðslu til og úr Vága floghavn. Í øðrum umfari verður farið undir at greina allar tættir viðvíkjandi tøkni, lóggávu, altjóða viðurskiftum og øðrum, sum skal verða lýst, áðrenn yvirtøkan av málsøkinum flogferðsla endaliga verður framd. Poul Michelsen og Ole Birk Olsen umrøddu eisini spurningin um føroyskar luttøku í felags evropeiska loftferðslusamstarvinum, FELO. Roknað verður við, at umboð fyri danskar og føroyskar myndugleikar hitta ES kommissiónina í næstum fyri at umrøða, hvussu komast kann víðari við málinum. Aliøkið hevur verið undir herdum eftirliti síðani juli í fjør, tá ið aliøkið kom undir illgruna at vera fongt við sjúkuelvandi ILA virus. Bakkafrost hevur vundið um heilan fingur og hevur tikið allan fiskin í øðrum ringinum, umleið 100.000 fiskar, og fer undir at taka hin ringin, umleið 90.000 fiskar, beinanvegin. Aliøkið er framhaldandi undir herdum eftirliti, og kunnað verður nærri, tá ið endaligu úrslitini av royndunum eru tøk, skrivar Bakkafrost at enda. Sonevndi Women s March er eitt mótmæli um, at kvinnur, samkynd, tilflytarar, muslimar og aðrir samfelagsbólkar hava kent seg vanvirdar í valstríðnum. Fleiri kend andlit luttaka í mótmælisgonguni. Millum onnur sangarin Kate Perry, sjónleikarin Scarlett Johansson og filmsframleiðarin Michael Moore. Annar av grønlendingunum, sum er varðhaldsfongslaður, leigaði reyða bilin, sum eisini er sæddur á vakmyndatólum nærhendis har, ið íslendska kvinnan seinast var sædd. Spurningarnir hesa ferð snúgva seg um, hvørt prestur skal biðja fyri óføddum børnum í kirkjuni, hvussu ein kann fáa eitt meira sosialt lív, tá ein kennir seg einsamallan og um hvørt tað er í lagi at fjala alt samskifti á fartelefonini fyri makanum ella ikki. Teir fyrstu 300 sendararnir í Norra eru longu sløktir. Nú skulu norskir útvarpslurtarar venja seg við at lurta á DAB útvørpum, á netinum ella á telefonini. Øll fegnast ikki um broytingina. Bilánarar gera vart við, at langt frá allir bilar hava DAB útgerð, og fleiri kæra seg um svikaligt signal nógva staðni í fjallalandinum. Í Føroyum verður FM netið kortini ikki sløkt enn, sigur Bjarni Wilhelm, deildarstóri á stýrisdeildini á mentamálaráðnum, sum varðar av FM netinum. Eingin nágreinilig freist er sett á, nær farið verður frá FM í Føroyum, men 2024 kundi verið sannlíkt, heldur Bjarni Wilhelm, sum leggur aftrat, at tað er væl hugsandi, at vit í Føroyum leypa DAB tøknina um og bíða til tað verður gjørligt hjá øllum at stroyma útvarp. Í Danmark skulu FM sendararnir eisini beinast burtur, men tað hendir ikki fyrr enn helvtin lurtar eftir talgildum útvarpi. Í løtuni er talið 36 prosent, sambært seinastu kanning hjá DR medieforskning. Angela Merkel nevnir eisini í dag, at hon fer at arbeiða fyri at varðveita týdningarmikil viðurskifti millum Evropa og USA eitt nú fíggjarviðurskifti og hernaðarlig viðurskifti. Viðurskifti handan Atlantshav verða ikki minni týdningarmikil komandi árini, enn tað tey hava verið seinnu árini. Tað fara eg at virka fyri, segði Angela Merkel millum annað í dag. Týski varakanslarin, Sigmar Gabriel, er ikki eins blíður og kanslarin um útmeldingarnar hjá Trump um at minka samhandilin við Evropa og Asia í eini roynd at tryggja amerikansk arbeiðspláss. Sigmar Gabriel, sum eisini er handilsráðharri í stjórnini hjá Angelu Merkel, endurtekur í dag, at Evropa kann vænta eitt torført tíðarskeið, ger USA álvara av ætlanunum at firrast frá Asia og Kina. Ætlar USA at byrja eitt handilskríggj móti Kina og Asia, so standa vit sum evropearar og týskarar til reiðar at gerast samstarvsfelagar, sigur varakanslarin í samrøðu við rásina ZDF og leggur afturat, at Evropa og Týskland hava tørv á eini miðvísari handilsætlan mótvegis Asia og Kina. Eg vil heita á reiðaríini í Grønlandi um at geva skipsmanningunum greiðar leiðreglur, har tað greitt stendur, at tað er strangliga bannað at flyta rúsevni til lands, skrivar Hans Enoksen í tíðindaskrivi. Skrivið kemur í kjalarvørrinum av, at íslendska løgreglan fann 20 kilo av hassji umborð á Polar Nanoq, sum varð kannað í samband við málið um horvnu kvinnuna í Reykjavík. Hendir tað, at trolarar framvegis verða nýttir at ólógliga flyta rúsevni til Grønlands, so fer landsstýrið at umhugsa at herða reglurnar fyri loyvi og kvotutilluting í framtíðini, skrivar grønlendski landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum víðari. Tey tjúgu kiloini eru mett at vera 14 milliónir krónur verd, verða tær seldar í Grønlandi. Eitt gramm í Nuuk kosta millum 700 og 1000 krónur, skrivar blaðið Sermitsiaq. Átakið hjá løgregluni um at vera sjónligari í náttarlívinum riggar væl. Tað halda tey á løgreglustøðini í Havn. Heilt stutt snýr tað seg um at vera til staðar og vera sjónlig, tá skeinkistøðini lata aftur og fólk savnast á gøtunum. Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn í morgun greiðir frá, at hóast nógv fólk vóru í býnum í høvuðsstaðnum í nátt, var einki harðskapsmál. Sambært teimum hava tey einki harðsskapsmál í høvuðsstaðnum higartil í ár. Í fjør høvdu tey tíggju harðsskapsmál um somu tíð. Eitt amboð, løgreglan brúkar oftari nú enn fyrr, er at geva bøtur. Hetta er fyri brot á politiviðtøkurnar, so sum at vísa ófantaligan atburð yvirfyri løgregluni, men eisini um tú órógvar løgregluna, tá tey royna at gera sítt arbeiði. Tað var tað ein, ið fekk bót fyri í nátt. Tá løgreglan tók hann til síðis, vildi viðkomandi ikki upplýsa hvør hann var og so fekk hann eina aðra bót á 750 krónur. Eisini kannaðu tey bilar í Norðurøkinum var ein tikin, sum koyrdi bil í frákoyringartíðini. Tað merkir, at hann hevur havt koyrikort, men hevur mist tað í eitt tíðarskeið og nú hann var tikin at koyra bil meðan hann einki koyrikort hevði, kann hann rokna við eini stórari bót. Í almennari fráboðan í gjár segði Guðni Jóhannesson, at hansara tankar fóru til familju og vinfólk hjá horvnu Birnu Brjánsdóttir og tey, sum hjálpa við at loysa málið. Samstundis heitti hann á íslendingar um ikki at vera fordómsfullar ella illgrunasamir. Hetta kemur í kjalarvørrinum av, at manningin umborð á einum øðrum grønlendskum skipi, Regina C, hósdagin kendi seg alt annað enn vælkomnan, tá teir gingu í Reykjavík. Millum annað vóru teir bidnir um at fara úr eini kiosk, tá teir vóru har. Hetta var bara ein av fleiri keðiligum tilburðum, grønlendska manningin upplivdi henda dagin. Tað skal ikki ganga út yvir teir, at fólk halda, at allir grønlendingar eru soleiðis, sigur reiðarin á Regina C, Svend Christensen, við grønlendska kringvarpið KNR. Grønlendska tjóðin ikki er undir illgruna. Grønland er eitt land, sum eru okkara vinir. Teir eru okkara brøður og vit skulu fara væl við teimum, sigur Grímur Grimsson við íslendska kringvarpið RUV. Tað verður væntandi í mars, at tað fer at bera til at bíleggja pláss til bilin umborð á Teistanum. Hoyr samrøðuna við stjóran á SSl, Hilmar Eliasen. Sildberin tók í botn, tá hann var á veg til Skúvoyar. Skipið er tikið úr sigling, og skal kannast á skipasmiðuni í Havn. Súlan røkir í løtuni Skúvoyarleiðina. Tað vísa kanningar hjá íslendsku løgregluni. Í samband við málið hevur ein reyður Kia Rio bilur havt ein avgerandi leiklut, tí hann er sæddur á fleiri vakmyndaupptøkum har Birna Brjánsdóttir eisini er sædd. Ein av manningini umborð á grønlendska trolaranum Polar Nanoq leigaði eisini ein slíkan bil, tá teir vóru í Íslandi. Spurningurin hevur síðani verið, um tað er sami bilur. Hesin spurningurin er nú svaraður, tí íslendskir miðlar endurgeva í dag løgregluna fyri at siga, at spor eru funnin av horvnu kvinnuni í eftirlýsta bilinum. Eina viku eftir, at 20 ára gamla kvinnan hvarv, er hon framvegis ikki funnin. Í gjár var skipað fyri enn einum stórum leitiátaki, har 600 bjargingarfólk vóru við, men leitingin var úrslitaleys. Tveir grønlendskir menn eru varðhaldsfongslaðir í málinum. Teir eru varðhaldsfongslaðir eftir grein 211 í íslendsku revsilógini, sum snýr seg um morð. Kring allan knøttin hava mótmælistiltøk verið og høvuðspersónurin sjávur, Donald Trump, er eins bersøgin og hann var áðrenn hann gjørdist forsetí. Tá hann vitjaði hjá CIA í gjár, segði hann, at fjølmiðlafólk vóru millum heimsins mest óálítandi fólk. Og so siga bæði hann og talsmaðurin fyri Hvítu húsini, at ongantíð áður hava so nógv fólk fylgt við, tá ein amerikanskur forseti varð svorðin í eið. Hetta hóast myndir og serkøn fólk siga nakað annað. Umsitingin í Fíggjarmálaráðnum heldur ikki, at tilmælið frá frá Føroya Kommunufelag um val av nevndarlimi í nevndina fyri Landsbankan, lýkur krøvini í lógini um Landsbankan, og vil hava kommufelagið at gera nýtt tilmælið. Tí manglar ein nevndarlimur í, fyri at nevndin kann skipa seg, og sostatt er nevndin ikki skipað enn. Landsstýriskvinnan velur tveir limir, og síðani skulu Fróðskaparsetrið, Arbeiðsgevarafelagið, fakfeløgini og Kommufelagið gera hvør sítt tilmælið um ein nevndarlim, sum landsstýriskvinnan so velur í nevndini fyri Landsbankan. Sambært lógini, skulu limirnir í nevndini hava fakligar førleikar, sum búskaparfrøði, fígging og kredittmeting, og serligt innlit í føroyska fíggjargeiran ella búskapin í Føroyum. Kommunufelagið hevur mælt til, at Henrik Weihe Joensen, kommunstjóri á Tvøroyri, sum er útbúgvin juristur, verður valdur í nevndina, og Tummas T. Eliasen, kommunustjóri í Klaksvík, verður varalimur. Men umsitingin í Fíggjarmálaráðnum vil hava Kommunufelagið at endurskoða teirra tilmælið um nevndarlim, tí umsitingini ikki metir, at krøvini í lógini verða hildin. Tað váttar Bjarni Askham Bjarnason, aðalstjóri í Fíggjarmálaráðnum. Landsbankin fór at virka aftur fyrsta januar. Ætlanin er, at nýggja nevndin skal lýsa eftir og seta stjóran fyri Landsbankan, men tað fær nevndin ikki gjørt, so longi hon ikki er skipað. rhus er mentanarhøvuðsstaður í Evropa í 2017. Tað varð hátíðarhildið á stórfingnum tiltakið í rhus í gjár, har Eivør Pálsdóttir og Sunleif Rasmussen settu sín serliga dám á tiltakið. Á tíðindafundi í dag segði Grímur Grímsson, kanningarleiðari, at Birna helst er dripin, og menninir báðir, sum sita í varðhaldi, hava helst framt illgerðina. Hann segði, at kanningarnar eru komnar væl áleiðis, men at tær halda fram nakað aftrat, og at nú vita tey, hvat tey skulu hugsavna seg um. Menninir verða avhoyrdir aftur í morgin ella ovurmorgin. Løgreglan hevur yvirlit yvir, hvar reyði Kia Rio bilurin hevur koyrt, men klokkutíðirnar eru ógreiðar. Kanningarleiðarin vildi ikki svara spurningi, um løgreglan hevur funnið nógv blóð í bilinum, men hildið verður, at líkið er tveitt í havið aðrastaðni, enn har hon varð funnin. Grímur Grímsson sigur, at menninir, sum eru varðhaldsfongslaðir, vita, at blóð hjá Birnu er funnið í bilinum. Hann legði aftrat, at hildið verður, at Birna doyði í bilinum, men tað er ógreitt, hvar bilurin hevur verið. Úrslitið av kanningunum av blóðinum, sum varð funnið í reyða Kia Rio bilinum, styrkir illgrunan hjá løgregluni í Reykjavík um, at sjómenninir báðir, sum sita í varðhaldi, hava ábyrgdina av, at hon er deyð, skrivar Vísir. Grímur Grímsson, kanningarleiðari í málinum um Birnu Brjánsdóttir, sigur, at reyði Kia Rio bilurin hevur koyrt tilsamans 300 kilometrar teir báðar dagarnar, sum menninir umborð á grønlendska trolaranum, Polar Nanoq, leigaðu bilin. Líkið av Birnu varð funnið í fjøruni við Selvogsvita, og kanningarleiðarin sigur, at tað samsvarar við kilometrartalið, sum løgreglan hevur roknað út, hvar bilurin hevur koyrt. Hetta er ikki longri burtur, enn vit høvdu roknað við, og hetta staðið var eisini partur av leitingarøkinum, segði Grímur Grímsson, í samrøðu við blaðið Vísir. Spurdur, um løgreglan hevur myndir, sum vísa reyða Kia Rio bilin í økinum, svarar hann, at nú verður farið at leitað í myndunum frá økinum, har Birna varð funnin. Hetta er eitt mál, sum ávirkar meg, eins og restina av fólkinum, sera nógv, sigur Aviaja E. Lynge, sum á facebook tók stig til at savna saman fólk. Tú hevur kensluna av, at tú fært einki gjørt, tá slíkt ótýdligt hendir, sigur Aviaja E. Lynge við Sermitsiaq.ag. Tí haldi eg, at vit skulu sýna samhuga við íslendska fólkinum, sigur hon. Vit hava tætt tilknýti til Ísland, og tað kennist væl at kunnu vísa samhuga á henda hátt, nú vit ikki kunnu gera annað, sigur Aviaja E. Lynge. Vit hoyra útvarpsleikin Loyndarmálið í Venezia. Bjørn Sortland skrivaði og Hjørdis Heindriksdóttir týddi. Finnur Koba sigur frá. Aðrar røddir eru Beinta Clothier og Hjálmar Dam. Elin á R gvi leikstjórnar og leggur til rættis. Høgni Fagraberg er tøkningur. Høvuðspersónur í røðini er norski drongurin Dávur, sum í fyrstu bókini fer við familju sínari at ferðast til Venezia. Á hotellinum hitta tey eini løgin, gomul hjún, sum Dávur fer at forvitnast eftir. Hann fer aftaná teimum inn í barrina hjá Harry, og har hoyrir hann, at tey tosa um málningin Svimjigenturnar á strondini hjá Picasso. Vit hoyra útvarpsleikin Loyndarmálið í Venezia. Bjørn Sortland skrivaði og Hjørdis Heindriksdóttir týddi. Finnur Koba sigur frá. Aðrar røddir eru Beinta Clothier og Hjálmar Dam. Elin á R gvi leikstjórnar og leggur til rættis. Høgni Fagraberg er tøkningur. Høvuðspersónur í røðini er norski drongurin Dávur, sum í fyrstu bókini fer við familju sínari at ferðast til Venezia. Á hotellinum hitta tey eini løgin, gomul hjún, sum Dávur fer at forvitnast eftir. Hann fer aftaná teimum inn í barrina hjá Harry, og har hoyrir hann, at tey tosa um málningin Svimjigenturnar á strondini hjá Picasso. Vit hoyra útvarpsleikin Loyndarmálið í Venezia. Bjørn Sortland skrivaði og Hjørdis Heindriksdóttir týddi. Finnur Koba sigur frá. Aðrar røddir eru Beinta Clothier og Hjálmar Dam. Elin á R gvi leikstjórnar og leggur til rættis. Høgni Fagraberg er tøkningur. Høvuðspersónur í røðini er norski drongurin Dávur, sum í fyrstu bókini fer við familju sínari at ferðast til Venezia. Á hotellinum hitta tey eini løgin, gomul hjún, sum Dávur fer at forvitnast eftir. Hann fer aftaná teimum inn í barrina hjá Harry, og har hoyrir hann, at tey tosa um málningin Svimjigenturnar á strondini hjá Picasso. Síðani fíggjarkreppuna í 2009 er íslendska ferðavinnan ferfalda. Í 2010 komu og fóru 460.000 ferðafólk um flogvøllin í Keflavík, og seks ár seinni er talið komið upp á næstan 1,8 millión ferðafólk. Sambært íslendska ferðaráðnum er ferðafólkatalið vaksið serliga nógv í vetrarmánaðunum. Meðan vøksturin tilsamans hevur verið um 30 40 um árið, var vøksturin í desember 2016 76,1 í mun til desember 2015. Bæði november og desember settu met í 2016. Íslendska ferðaflutningsfelagið Isavia væntar, at í 2017 vera tey fleiri, sum ferðast til Íslands um veturin enn tey, sum ferðast um summarið. Vøksturin á vetrarferðafólki er ikki tilvildarligur. Í 2010 fór íslendska ferðaráðið undir eitt átak, sum skuldi tryggja eitt javnari býti av ferðafólki millum árstíðirnar, fyri at arbeiðsplássini í ferðavinnuni skuldi hava eitt tryggari grundarlag. Men, tað eru ikki øll, sum eru líka fegin um ferðafólkavøksturin. Íslendska infrakervið tærist illa av nógvu ferðafólkunum, og kommunurnar hava munandi størri útreiðslur av teimum. Ísland hevur júst trýfaldað gistingarhússkattin fyri at leggja upp fyri vaksandi útreiðslunum. Í dag er gistingarhússkatturin 25 krónur um náttina fyri hvørt ferðafólk. Roknað verður við, at hetta fer at geva landinum 180 til 190 milliónir um árið í eyka inntøkum. Sangurin, sum Kristina Bærendsen fer at syngja, eitur Tú og eg. Mark Brink hevur skrivað, og Kristina syngur duett saman við Páll Rósinkrans. Fleiri enn 200 sangir vórðu sendir inn til kappingina, og 12 komu gjøgnum nálareygað. Undanumførini verða í Háskúlabio 25. februar og 4. mars. Finalan verður hildin í Laugardagshøllini 11. mars. Sangurin, sum vinnur kappingina í Íslandi, skal royna seg móti vinnarasangunum úr hinum londunum. Eurovision verður í Kiev í Ukraina í mai mánað. Nýggja nummarið er nógv lættari at minnast enn gamla nummarið 351448. Tí verður tað nú einfaldari og skjótari at koma í samband við politiið. 114 nummarið kann nýtast til vanligar politiuppgávur, eitt nú at boða frá brotsverki, ella um tú hevur brúk fyri upplýsingum um pass ella annað. Gamla telefonnummarið, 351448, er framvegis virkið, og 112 er eisini framvegis virkið. 112 er tó bara til bráðneyðugt samband við løgregluna. Talan er um tilsamans 13 ákærupunkt og 12 kvinnur. Kommunlæknin, sum hevur virkað kring landið, er ákærdur fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á kvinnurnar, tá tær vóru til kanningar hjá honum. Millum annað er talan um undirlívskanningar, har kvinnurnar allar eru sannførdar um, at læknin hevur gjørt seg kynsliga inn á tær. Í rættinum var hetta ført fram sum brot á í høvuðsheitum tveir greinir. Tann eina er grein 150, sum snýr seg um, at ein persónur í almennari tænastu misnýtir sína støðu í hesum førinum at kommunulæknin er farin út um sínar heimildir. Hin greinin er 232, sum snýr seg um blufærdighedskrænkelse , altso blygdanarskemd. Rólant Waag Dam var í Føroya Rætti í morgun, og greiðir í ljóðbrotinum frá sakarmálinum. Landsstýrismálanevndini tørvar fleiri upplýsingar fyri at viðgera kærurnar um Høgna Hoydal, landsstýrismann í fiskivinnumálum, og Aksel V. Johannesen, løgmann. Meginfelag útróðrarmanna hevur kært embætisførsluna hjá Høgna Hoydal, tá hann gjørdi og legði fram lógaruppskot um fiskidagar fyri verandi fiskiár. Meginfelagið kærir um trý viðurskifti at brot er framt á grein 22 í lógini um vinnuligan fiskiskap, at eftirkannanin av heimildargrundarlagnum at seta í verk átøkini, er óviðkomandi og ófullfíggjað, og at landsstýrismaðurin hevur villleitt løgtingið. Landsstýrismálanevndin hevur nú biðið Meginfelag útróðrarmanna lýsa grein tvey í kæruni gjøllari. Meginfelagið skal greiða nærri frá, hvat meint verður við, tá kært verður um, at eftikannanin av heimildargrundarlagnum er óviðkomandi og ófullfíggjað. Ta seinnu kæruna eigur Miðflokkurin. Hann vil hava landsstýrismálanevndina at taka støðu til, um løgmaður fór út um sínar heimildir og uttan um løgtingið, tá hann boðaði frá, at stykki 14, grein 2 í hjúnabandslógini er yvirtikið málsøki. Málið er umfatandi, tí hjúnabandslógin er í løtuni danskt málsøki, men Fólkakirkjan er føroysk, og tað er hana, stykki 14, grein 2, snýr seg um. Løgmaður hevur sagt seg ikki skilja, hví Miðflokkurin hevur kært seg. Landsstýrismálanevndin hevur nú boðsent øgmanni á fund at greiða frá sínum sjónarmiðum. Bárður Kass Nielsen, formaður í landsstýrismálanevndini, sigur, at um einar tríggjar vikur hevur landsstýrismálanevndin væntandi tikið støðu til, um nevndin fer viðgera kærurnar, ella hon skal sleppa málunum. Eins stóran týdning hevur tað at fáa eina góða skipan, sum loftar teimum, sum ikki orka at arbeiða til tey eru 67 ár. Bjørn Kalsø, løgtingsmaður, fekk ikki svar, tá hann spurdi Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu, um samgongan ætlar at hækka pensjónsaldurin. Landsstýriskvinnan vil ikki svara, so leingi roynt verður at fáa breiða politiska semju um pensjónsnýskipan. Eitt uppskot um pensjónsnýskipan skuldi upprundaliga vera klárt at leggja fyri tingið á Ólavsøku í fjør, men arbeiðið er ikki liðugt enn. Grundupphæddin minkaði 580 krónur um mánaðin. Samstundis hækkaði útgjaldið úr Samhaldsfasta 900 krónur um mánaðin. Viðbótin hækkaði 150 krónur um mánaðin. Íslendskir miðlar halda, at nógv blóð var í bilinum, men tað vil løgreglan ikki vátta. Umframt at leita eftir líkinum, leitaðu lið eisini eftir mannfólkaklæðum um vikuskifti. Keldur hjá Vísir siga løgregluna halda, at menninir skiftu klæðir og kanska beindu tey burtur leygarmorgunin. Enn veit løgreglan ikki, hvar reyði leigubilurin var tíðliga leygarmorgunin, men menninir koyrdu tilsamans 300 kilometrar í bilinum. Løgreglan sigur við Vísir, at bilurin hevur stoytir á gronini og undir botninum. Hetta bendir á, at bilurin hevur koyrt á ósløttum lendi. Grímur Grímssson, kanningarleiðari, sigur seg hava ábendingar um, at líkið ikki varð tveitt á sjógv sama stað, sum tað kom afturíaftur. Serkøn fólk kanna nú rákið og streymviðurskiftini um alt Reykjanes fyri at fáa ein greiðari mynd av, hvar líkið kann vera tveitt á sjógv. Polar Nanoq, trolarin, sum skuldsettu menninir sigldu við, hevur ligið í Íslandi síðan mikudagin, tá hann var kallaður aftur í havn. Eftir ætlan fer skipið aftur til fiskiskap fyrsta dagin. 9 føroyingar vóru við skipinum. Teir hava tó tikið ein frítúr orsaka av rokinum, sum stóðst av drápsmálinum. Bókin Vágamentan Teir vóru so fittir og galantir er skrivað við støði í MA ritgerð hjá Minu Reinert frá 2007. Hon setti sær fyri at finna broytingar, sum stóðust av, at Vágar vórðu hersettar undir krígnum. Hon kannaði, hvussu viðurskiftini vóru fyri hersetingina, hvussu hon ávirkaði samfeløgini í Vágum, og hvørjar broytingar hersetingin elvdi til eftir heimsbardagan. Undir eini venjing nærhendis amerikonsku eysturstrondini sendi bretska herskipið HMS Vengeance eina rakett upp, sum skuldi ferðast 9000 kilometrar. Men í staðin fyri at halda kósina eystureftir, vendi rakettin nøsina móti Florida. Rakettin, sum væl at merkja ikki var vápnað, rakti ikki amerikanska jørð. Kortini hevur hendingin elvt til dúgligt kjak um álitið á bretsku kjarnorkuverkætlanina Trident. Politisku mótstøðufólkini hjá Theresu May eru tí farin at illgitað um stjórnin royndi at fjala hendingina, tí bretska undirhúsið fáar vikur seinni skuldu atkvøða um at endurnýggja Trident kjarnorkuverkætlanina. Tordur Niclasen á Eiði hevur fingist við mangt og hvat. Byrjaði sum sjómaður, verið pleygari og fyrsta mannliga sjúkraystir í Føroyum, løgtingsmaður og landsstýrismaður, leiðari á røktar og ellisheimi og loksins ovasti fyri eldraøkinum í Eysturoynni. Eisini starvast í Eysturgrønlandi fleiri skifti. Tordur er vágamaður, sonur Heina Martin Niclasen úr Sørvági og Valborg Thomassen úr Sandavági. Heina Martin plagdi at lýsa við, at hann var Føroya næstelsti barberur. Barna og ungdómsárini í Vágum vóru hendingarík. Skúlárini vóru góð, um enn disciplinin setti síni krøv. Jóan Pauli Joensen vil ikki svara í dag, hví hann var rætti maðurin at eftirmeta kærurnar um stjóran á Søvnum Landsins. Hann vil ikki gera viðmerkingar, meðan Løgmansskrivstovan viðger málið av nýggjum. Í einari samhugakvøðu frá manningini, sum varð kunngjørd í gjár á grønlendskum, íslendskum og donskum, sigur manningin, at hon kom úr Grønlandi og fór beint um borð á Polar Nanoq leygardagin 14.januar. Manningin sigur í samhugakvøðuni, at hon er stødd í einum býi í Íslandi, og hon er sera illa við av hendingini. Nakrir eru noyddir at fara heim. Polar Nanoq avreiddi í gjár tey 50 tonsini av svartkalva, hann fekk frá tí, hann fór av Hafnarfjørðinum leygarkvøldið 14.januar, til hann vendi við aftur til Íslands, hagar han kom seint mikukvøldið 18.januar. Manningin skrivar, at hon hevur samhuga við teimum avvarðandi hjá Birnu Brjánsdóttur. Teir vóna, at teir seku verða drignir til svars fyri gerðir sínar. Minnilutin í Tórshavnar býráð, Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin, vilja hava málið um Sjóvinnuhúsið fyri á fyrstkomandi almenna býráðsfundi, soleiðis at býráðslimir fáa møguleika at siga sína hugsan um hetta hús. Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin vilja hava nýggja býráðsmeirilutan at svara, hvat hann ætlar við húsinum um ætlanin er at leiga ella selja Sjóvinnuhúsið, og til hvønn Ítøkiliga spyr minnilutin, um ætlanin er, at Fróðskaparsetrið skal flyta inn í Sjóvinnuhúsið, og um Mentamálaráðið hevur givið tilsøgn um at leiga ella keypa bygningin. Nýggi býráðsmeirilutin Fólkaflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn hevur higartil ikki viljað sagt, hvat Sjóvinnuhúsið skal brúkast til. Á tíðindafundi 3. januar segði Annika Olsen, borgarstjóri, at meirilutin bíðar eftir svari úr Mentamálaráðnum. Í tí svarinum liggur, hvørt Fróðskaparsetrið skal flyta inn í Sjóvinnuhúsið. Á tíðindafundinum varð upplýst, at svarið skuldi kommunan fáa 14. januar. Sjóvinnuhúsið er sett á skránna fyri fundin, eftir umbøn frá minnilutanum, men í skránni stendur einki um, hvat meirilutin ætlar við bygninginum. Hetta fer at kosta 50.000 krónur í ár, tí tíggju næmingar eru í aspirantsskipanini. Men harafturat skal teldukervið hjá Studna broytast fyri 75.000 krónur Ein onnur orsøk til rottunøring er, at fólk geva fuglum og húsdjórum uttandura, sigur Byggi og umhvørvisdeildin hjá býráðnum í brævi til ymsar stovnar í býnum. Felagið sigur í hoyringarsvari, at heldur ikki hesa ferð hevur landsstýrið kannað, hvør vandi kann standast av at gera loðslógina linari. Hóast skiparin á einum handilsskipi undir 100 metrum ongantíð ella bara hendingaferð hevur ført skip inn í føroyska havn, verður hann eftir lógaruppskotinum hjá Vinnumálaráðnum frítikin fyri loðsskyldu. Og krevur loðskravið ov nógva umsiting, ja, so eigur Vinnumálaráðið at loysa tann spurningin á annan hátt enn at linka loðskravið, sigur Havbúnaðarfelagið. Havbúnaðarfelagið sigur, at tað er náttúrligt við loðskravi í einum landi, sum livir av óspiltari náttúru, og har stór samfelagsvirði eru nærhendis siglingarleiðunum. Reiðarafelagið fyri Farmaskip mælir í sínum svari í staðin til, at øll føroysk handilsskip, sama hvussu long, tey eru, verða undantikin loðsskyldu eins og føroysk fiskiskip og skipini hjá Strandferðsluni. Nú loðslógin hevur virkað í fýra ár, er vorðið greitt, at ein skipabólkur hevur loðsskyldu, sum ikki eigur at hava hesa skylduna, sigur Vinnumálaráðið. Tórshavnar kommuna hevur fingið ein fyrispurning um byggiloyvi til lestraríbúðir við Marknagilsvegin, tætt við nýggja miðnámsskúlan Glasir, og málið kemur fyri á býráðsfundi hóskvøldið. Hetta eru smærri íbúðir, sum verða innfluttar sum eindir, ið eru 14 31 fermetrar, og talan er um mestsum lidna bygging, sigur Tórshavnar kommuna í tíðindaskrivi. Fyrsta byggistig er tilsamans 38 íbúðir ella kømur við baði, bygt í 2 hæddum. Annað byggistig er 70 íbúðir ella kømur við baði, sum verður bygt í 3 hæddum. Tekniski stjórin og býararkitekturin hava mælt byggi og býarskipanarnevndini til at góðkenna serstøku byggisamtyktina og beina málið í býráðið. Fleiri foreldur eiga at vera í skúlastýrunum hjá stóru skúlunum, tí trý foreldur eru ov lítið, tá fleiri hundrað næmingar eru í skúlanum. Sambært heimasíðuni hjá Heimi og skúla er heitt á Mentamálaráðið um at fáa hetta í lag. Ætlanin er eisini at tosa við Kommunufelagið um spurningin. Sambært stevningini vilja íleggjararnir vera við, at fyritøkan hevur ikki upplýst íleggjarar um stóru trupulleikarnar, hon hevði at dragast við, serliga á amerikanska marknaðinum síðstu tvey árini. Tað var ikki fyrr enn í fjørsummar, at íleggjarar komu eftir, at Novo Nordisk ikki longur er tað gulleggið, fyritøkan hevur verið. Til august í fjør helt fyritøkan fast um sínar góðu vónir fyri 2016. Tá Novo Nordisk síðst í august fór at draga í land, reyk botnurin undan partabrævinum, ið beinan vegin fall 20 prosent, og síðani er fallið 20 prosent afturat. Novo Nordisk hevur seinni vart seg við, at prísurin á insulini á amerikanska marknaðinum hevur verið undir sera stórum trýsti, og tað er orsøkin til vánaligu gongdina hjá fyritøkuni. Í síðstu viku stevndi ein amerikanskur eftirlønargrunnur, sum eisini eigur partabrøv í Novo Nordisk, donsku fyritøkuna. Nú koma so privatir, amerikanskir íleggjarar við eini stevning afturat. Við telefonappini TGTG ber til at venda sær til handlar, hotellketir, matstovur o.o., sum eru við í To Good To Go, og keypa eina máltíð, sum annar hevði verið tveitt í ruskspannina. Hetta ber so til at keypa fyri eina lítla upphædd. Stian Olesen, sum hevur verið við at stovnað To Good To Go sigur, at enn er hetta ikki virkið í Føroyum, men hann arbeiðir fyri at fáa hetta í lag skjótast til ber. Í kvøld klokkan 19.30 heldur Stian Olesen fyrilestur í Norðurlandahúsinum um Too Good To Go. Sildberin er tikin úr sigling á Skúvoyarleiðini, tí hann tók botn fríggjakvøldið. Grunt er fram við landi í Skúgvi, og skipið tók í ein boga, tí tung alda og hart rák var. Sildberin fer aftur í sigling í seinasta lagi um eina viku, og hesa tíðina røkir Súlan siglingina fyri Sildberan millum Skúvoy og Sand, sigur Jóan Petur Abrahamsen, tekniskur leiðari á Strandferðsluni. Ein partur av orðaskiftinum í tinginum um fyrispurningin um at útbyggja Sundsverkið snúði seg um at liða SEV sundur, soleiðis at el netið verður lagt í eitt felag fyri seg. Fuglafjarðar kommuna hevur onga skyldu til at lata Havsbrún endurgjald fyri tveir goymslutunlar, sum Havsbrún noyddist úr í ótíð, tí kommunan seldi Bergfrosti tunlarnar. Men sambært semju, sum kommunan, Havsbrún og Bergfrost gjørdu, játtaði Havsbrún at fara úr tunlunum fyri 1.januar í ár, tá leigumálið endaði. Í brævinum til kommununa sigur Eyðbjørn Larsen, advokatur, at kommunan ikki á nakran hugsandi hátt hevur borið seg soleiðis at í hesum máli, at kommunan er komin undir endurgjaldsábyrgd. Fuglafjarðar kommuna keypti grótið frá Havsbrún, 119.000 rúmmetrar fyri 13,1 millión, fyri 109 krónur rúmmeturin. Hetta góðkendi Innlendismálaráðið. Býráðið hevur eisini samtykt at lækka vørugjaldið tíggju prosent, niður í 0,675 prosent av virðinum á tí fiski, sum verður landaður í Fuglafirði. Vágatunnilin varð seinkaður í umleið 10 ár, tí ætlanin varð steðgað, tá kreppan rakti fyrst í nítiárunum, hóast klárt var at lata fyrsta skotið av. Ferðafólkatalið er nógv vaksið seinastu árini, serliga eftir at Atlantsflog hevur fingið størri flogfør, og er farið at flúgva fleiri farleiðir. Elframleiðslu monopolið má brótast, so onnur eisini sleppa framat, um nakar møguleiki skal vera at røkka málinum, sum bæði samgongan og SEV hava sett sær, at øll el orkuframleiðsla á landi skal vera grøn í 2030. Felagið sigur, at SEV einsamalt hevur ongan møguleika at røkka hesum málinum, um SEV samstundis skal tryggja veitingartrygdina við nýggjum oljuriknum motorum á Sundi og í Vági, og at gera neyðugar útbyggingar á netinum. Dagføringin av Sundsverkinum kostar 700 800 milliónir krónur , og verkið í Vági er dagført fyri umleið 100 milliónir krónur Haraftrat er neyðugt at gera íløgur í sjálvt netið fyri aðrar 100 200 milliónir. Hetta eru íløgur, sum SEV sjálvsagt skal gera, tí SEV við síni søgu, vitan og førleika er best skikkaði veitarin at varða av veitingartrygdini, og tí eisini framhaldandi skal eiga og reka el netið, sigur Magn. Men onnur mugu og skulu hava atgongd at framleiða inn á netið, um gyltu málini skulu røkkast. Tí allar hesar íløgurnar hjá SEV fyri tilsamans eina milliard krónur skulu gerast næstu trý fýra árini, og tað eigur at vera púra greitt fyri øllum, at felagið hevur ikki orku til eisini at gera stórar íløgur í varandi orku hesi árini. Tá eru minni enn tíggju ár eftir til 2030, og tað er burturvið at ímynda sær, at SEV hetta tíðarskeiðið megnar at tvífalda samlaðu framleiðsluna og samstundis gera hana 100 prosent grøna, sigur Magn. Við ætlanini um at elektrifisera alla orkunýtsluna á landi næstu árini væntast samlaði framleiðslutørvurin í 2030 at verða umleið 600 GWt. Og sambært málunum hjá samgonguni og hjá SEV skulu allir hesir gigawattímarnir framleiðast úr varandi orkukeldum. Tað megnar SEV snøgt sagt ikki, og onki er sett út stungið út í kortið, sum kundi bent á, at felagið sjálvt væntar at røkka hesum málinum. Vit hoyra um tvey vindorkuútboð, sum eru í umbúnað, men tey muna lítið í samlaða roknistykkinum. Ongin onnur ítøkilig grøn verkætlan liggur á borðinum. Men málið um, at øll orka á landi skal koma frá varandi orkukeldum í 2030, kann bert røkkast, um atgongdin at framleiða orku inn á netið hjá SEV verður liberaliserað. Nóg nógvir aktørar, sum hava neyðugan førleika, vitan og fíggjarliga orku eru longu á føroyska marknaðinum at bjóða seg fram til hesa framleiðslu. Og tá er talan um kappingarføra grøna elframleiðslu. Magn er ein av aktørunum, ið vil hesa kappingina, og sum er til reiðar at bjóða seg fram beinanvegin, sigur felagið í tíðindaskrivinum. Tveir av manningini á Polar Nanoq eru handtiknir og sita avbyrgdir í varðhaldi hjá íslendsku løgregluni. Teir eru fyribils varðhaldsfongslaðir í tvær vikur, meðan málið verður kannað. 20 ára gamla Birna Brjánsdóttir hvarv tíðliga um morgunin 14.januar. Líkið av henni varð funnið í fjøruni við Selvogsvita, knappar 50 kilometrar sunnan fyri Reykjavík, um middagsleitið sunnudagin. Á tíðindafundi sunnudagin segði kanningarleiðarin hjá løgregluni, Grímur Grímsson, at Birna helst er dripin og at varðhaldsfongslaðu menninir helst hava framt brotsverkið. Í einari samhugakvøðu frá manningini á Polar Nanoq, sum varð kunngjørd í gjár á grønlendskum, íslendskum og donskum, sigur manningin, at hon kom úr Grønlandi og fór beint umborð á Polar Nanoq leygardagin 14.januar. Trolarin kom á Hafnarfjørðin úr Danmark, har hann var í dokk. Manningin skrivar í samhugakvøðuni, at hon hevur samhuga við teimum avvarðandi hjá Birnu Brjánsdóttur. Teir vóna, at teir seku verða drignir til svars fyri gerðir sínar. Níggju føroyingar vóru við Polar Nanoq. Sambært heimasíðuni DV.is fóru teir heim til Føroya seinnapartin í gjár, og nýggj manning er komin umborð. Eins og í gjár byrjaði rættarfundurin í Føroya rætti í morgun klokkan níggju. Eins og í gjár er allur dagurin settur til málið. Og eins og í gjár byrjaði dagurin við, at ákærdi kommunulæknin varð avhoyrdur av ákæranum, Lindu Hesselberg. Umframt tey bæði var eisini verjin hjá ákærda, Bjørn á Heygum, í rættinum. Tað var verjin hjá teimum 12 kvinnunum eisini, hann eitur Christian Andreasen. Ákærin hevur sent boð eftir yvirlækna og kliniskum lektara úr Danmark. Hesin skal millum annað greiða frá, hvussu ein undirlívskanning vanliga verður gjørd. Av øðrum fakfólki hevur ákærin eisini boðsent serlækna í gynækologi á Landssjúkrahúsinum í Havn og virkandi landslæknanum. Tá tær 12 kvinnurnar verða avhoyrdar, fer verji teirra at krevja, at tað verður fyri afturlatnum hurðum. Tað verður seinnapartin í dag. Endurgevingarforboð merkir, at fjølmiðlar og onnur kunnu vera hjástødd undir málinum tey hava tó ikki loyva at endurgeva tað, ið verður sagt. Verða dyrnar latnar aftur, merkir tað, at eingin uttan dómari, ákæri, ákærdi, verjar og tey, sum skulu avhoyrast, kunnu vera hjástødd. Kommunulæknin er ákærdur fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á hesar kvinnurnar. Í øllum førunum er hann ákærdur fyri at vera farin út um sínar heimildir sum lækni og fyri blygdanarskemd. Í einum føri er kommunulæknin ákærdur fyri at hava tvingað eina kvinnu til aðra kynsliga samveru enn samlegu. Kommunulæknin noktar seg sekan í øllum ákærum. Hægstirættur staðfestur, at parlamentið skal atkvøða um Brexit, og hægstirættur hevur eisini staðfest, at tað er ikki neyðugt, at parlamentini í Skotlandi og Norðurírlandi góðkenna, at farið verður undir Brexit tilgongdina. Men eingin veit við vissu, um bretska parlamentið fer at taka undir við tí, ella fer at sýta Theresu May, forsætisráðharra, at seta í verk grein 50. Men May hevur fleiri ferðir staðfest, at sama hvat hendir, so verður Brexit veruleiki. Mikael Olai Milhøj er senior greinari hjá Danske Bank. Hann sigur við Berlingske, at hóast stjórnin tapti kæruna, so forðar tað ikki Brexit. Vit halda framvegis, at Theresa May setur í verk grein 50, áðrenn mars mánaður er liðin, tí bæði Labour og Konservativi flokkurin hava sagt, at tey fara at atkvøðu fyri grein 50 í parlamentinum, sigur Mikale Olai Milhøj. Tann meiri ES atfinningarsama stjórnin noyðist at ávirka parlamentið, sum er ES vinarligt sinnað. Meðan Theresa May hevur tosað um hart Brexit, har Bretland riggar av í innara marknaðinum og tollsamgonguni fyri at Bretland kann verða ført fyri at avmarka tilflytingarum at koma inn í landið, so vilja fleiri av ES vinarligtsinnaðu parlamentslimunum framvegis fegnir hava atgongd til innara marknaðin, sigur Mikael Olai Milhøj við Berlingske. Tekur tjóðartingið undir við at seta í verk grein 50, verður stóri spurningurin, um parlamentið fer at seta Theresu May fleiri treytir. Tað er til dømis ikki óhugsandi, at parlamentið kann staðfesta, at bretski forsætisráðharrin skal gera alt, hon er ment, at varðveita atgongdina hjá bretum til innara marknaðin. Um so er, verður Brexit ikki so hart, sum fyrr fráboðað, skrivar Berlingske. Talan er um smærri íbúðir, sum verða innfluttar sum bingjur, og settar saman til lestrarbústaðir. Íbúðirnar eru millum 14 og 31 fermetrar til støddar Eftir ætlan skulu fyrstu 38 bústaðirnir vera klárir at flyta inn í,longu í summar, sigur Gordon Rajani, stjóri í smápartafelagnum Mark. Byggi og býarskipanarnevndin hjá Tórshavnar kommunu mælir býráðnum til at gera eina serstaka byggisamtykt fyri økið, ið loyvir íbúðarbygging av hesum slag. Kjak verður millum Paula T. Petersen, borgarstjóra og løgtingsmann, og Kára P. Højgaard, løgtingsmann, í sjónvarpinum í kvøld klokkan 19.15. Vinstriflokkurin læt í desember Alequ Hammond formansessin í Grønlandsnevndini, afturfyri at hon ikki atkvøður ímóti stjórini í donskum málum, sum kunnu fella stjórnina. 12. desember gjørdi Kommunufelagið av at tilnevna Henrik Weihe Joensen, kommunustjóra á Tvøroyri, sum lim í nevndina fyri Landsbankan og Tummas Eliasen, kommunustjóra í Klaksvík, sum varalim. Seinni er vent í holuni, og Kommunufelagið fekk boð frá Fíggjarmálaráðnum um, at samansetingin í nevndini fyri Landsbankan var ikki nóg góð, og Fíggjarmálaráðið boðaði frá, at Henrik Weihe Joensen ikki kundi umboða felagið í nevndini. Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum, sigur tað vera margháttligt, at Fíggjarmálaráðið fyrst góðkendi tilnevningina hjá felagnum, fyri síðani at kúvenda og vraka tilnevningina. Kommunufelagið fer at hava stýrisfund fríggjadagin, og tá fer stýrið at tilnevna ein annan lim í nevndina fyri Landsbankan. Og tað verður helst Tummas Eliasen, sum varð tilnevndur varalimur. Landsstýriskvinnan velur tveir limir, og síðani skulu Fróðskaparsetrið, Arbeiðsgevarafelagið, fakfeløgini og Kommufelagið gera hvør sítt tilmælið um ein nevndarlim, sum landsstýriskvinnan so velur í nevndini fyri Landsbankan. Sambært lógini um Landsbankan skulu limirnir í nevndini hava fakligar førleikar, sum búskaparfrøði, fígging og kredittmeting, og serligt innlit í føroyska fíggjargeiran ella búskapin í Føroyum. Vit hava roynt at fingið orðið á Kristinu Háfoss, landstýrismann í fíggjarmálum, og Bjarna Askham Bjarnason, aðalstjóra, um málið, men hvørgin tekur telefonina. Hanus Hansen, stjóri, og JFK hava søkt um stuðul til løn til tveir mans á Gadusi og tveir mans á Sjúrðarbergi, sum bara skulu hava til uppgávu at taka tað, sum annars vanliga fer fyri borð til dømis høvd, uggar, livur og maga í land. Í mong ár høvdu føroyingar roynt at sleppa upp í Føroya flúgvingina, sum aðrir røktu, men tað eydnaðist ikki fyrr Atlantsflog varð stovnað. Í dag hoyra vit um, at læknar og tannlæknar støðast ikki, og tað er ein stórur bági fyri økið í Norðurgrønlandi. Tað krevur stórar íløgur, nú veiðufólkið ikki longur flytir runt, men býr burturav í einari bygd. Tey, sum greiða frá í sendingini í dag, eru Malan Dahl Jakobsen, Jonhard Dahl Jakobsen, Annika Sivertsen, Finnur Petersen, William Smith og Dorte Johansen. Fíggjarmálaráðið hevur skrivað til Kringvarpið í dag, at Jóan Pauli Joensen var valdur at gera eftirmetingina, tí hann hevði innlit og førleikar at meta um kærurnar. Gegnisspurningurin var eisini viðgjørdur, men hvørki Fíggjarmálaráðið ella Jóan Pauli Joensen mettu, at Jóan Pauli Joensen var ógegnigur til uppgávuna. Bjarki Geyti heldur, at tað skal vera í Havn, eisini hóast tingkvinnan Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir heldur, at landið skal byggja eitt nýtt akvarinum í Klaksvík. Landsstýriskvinnan í almannamálum fer at biðja løgtingið um 25,5 milliónir krónur til at umvæla Eirargarð 14 og 16, sum eru bústovnar hjá fólki, sum bera brek. Bústaðirnir eru nú í so ringum standi, at fyri einum ári síðani vórðu tey, sum har búðu, flutt í bráðskundi, tí har vóru soppur og lekar. Ethanol verður brúkt, tá brennivín verður gjørt. Men sambært galdandi lóg er forboðið at innflyta ethanol, tí tað er sterkari enn 60 prosent. Hagstovan, sum hevur kunngjørt arbeiðsloysistølini fyri desember 2016, heldur, at merkisvert stórt er arbeiðsloysið hjá ungum kvinnum. Tað var 5,5 prosent, sum er dupult so stórt sum hjá monnum í sama aldursbólki, og næstan dupult so stórt sum miðaltalið fyri allar kvinnur í arbeiðsloysistølunum. Í desember í fjør var árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið í Føroyum 2,5 prosent, 2,1 prosent hjá monnum og 2,9 prosent hjá kvinnum. Hetta var minsta arbeiðsloysið í fjør. Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðarfrávik, sum er afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Tað fer hvørki at elva til búskaparliga framgongd ella til fleiri arbeiðspláss, um USA tekur stig til at avmarka samhandilin við onnur lond. Fótbóltssambandið vil hava fleiri kvinnuligar fótbóltsleikarar. Tað hevur gingið illa at fáa kvinnur í nevndina seinastu árini. Bara tvær kvinnur hava sitið í starvsnevndini síðan Fótbóltssambandið var stovnað. Eitt av fyrstu stigunum ímóti tí málinum er at fáa kvinnuumboðan inn í hægsta myndugleikan í føroyskum fótbólti. Ásla Johannessen og Elisabet Vang, sum báðar eru kvinnuleikarar hjá B36 og hava spælt á landsliðnum, fegnast um uppskotið hjá FSF. Tó vilja tær vera við, at talan kann vera um ein falskan tryggleika. Veitingartrygdin er í vanda, og tí var neyðugt hjá Orkudeildini á Umhvørvisstovuni at geva SEV loyvi at byggja nýtt motororkuverk á Sundi. Tilgongdin til nýggja motororkuverkið hevur verið drúgv, og aðrir møguleikar eru nógv umrøddir, sigur Kári Mortensen, leiðari á Orkudeildini á Umhvørvisstovuni. Í Frískúlanum í Havn kvøða tey alt árið, tó ikki í føstu. Vit hoyra um Ólav Riddarrós, sum tey fara at skipa og kvøða, tá ið dansistevnan verður 11.februar. Eisini hoyra vit um Hørpurímu. Tey høvdu eina verksmiðju í Norðurlandahúsinum, tá ið bókadagarnir vóru í november. Felagið sigur, at árliga gjaldið til verkætlanir av týdningi fyri framtíðar kolvetnisleiting og til at menna føroyskan vinnuførleika hækkar 150.000 krónur og ikki 100.000 krónur sum landsstýrið ætlar. Oljuvinnufelagið vil harafturat, at neyvari eftirlit verður fyri at tryggja, at føroyskar fyritøkur fáa ein veruligan møguleika at kappast við útlendskar fyritøkur. Tað eru Mona Breckmann og Rannvá Jónsdóttir Joahsen, sum tóku stig til tiltakið kvinnubrot. Millum teir seks fyrilestarhaldarnar vóru tað Guðrið Højgaard, Sissal Kampmann og Jógvan Zachariassen, sum umboðaðu ymisk sjónarmið um kvinnuna. Tey, sum keypa sær ein bil, sum brúkar streym ella vetni í staðin fyri bensin ella diesel, kunnu fáa meirvirðisgjaldið aftur úr landskassanum, tó í mesti lagi 70.000 krónur Landsstýrið kemur í næstum við lógaruppskoti um at loyva SEV, ella elveitara, at selja streym bíligari um náttina. Tá verður bíligari at løða bilin um náttina. Fótbóltssambandið vil hava fleiri kvinnuligar fótbóltsleikarar. Tað hevur gingið illa at fáa kvinnur í nevndina seinastu árini. Bara tvær kvinnur hava sitið í starvsnevndini síðan Fótbóltssambandið var stovnað. Eitt av fyrstu stigunum ímóti tí málinum er at fáa kvinnuumboðan inn í hægsta myndugleikan í føroyskum fótbólti. Ásla Johannessen og Elisabet Vang, sum báðar eru kvinnuleikarar hjá B36 og hava spælt á landsliðnum, fegnast um uppskotið hjá FSF. Tó vilja tær vera við, at talan kann vera um ein falskan tryggleika. Um talan var um at geva kvinnufótbóltinum meira pening, hevði tað helst hjálpt betri. Kommunustjórin á Tvøroyri, Henrik Weihe Joensen, hevur ikki búskaparligu førleikarnar til at vera við at manna nevndina í Landsbankanum. Hann er millum annað løgfrøðingur, men í lógini fyri Landsbankan stendur, at nevndarlimirnir skulu hava búskaparligar førleikar, vitan um fígging og kredittmeting og serligt innlit í føroyska búskapin. Tað sigur Kristina Háfoss, landsstýrismaður í fíggjarmálum, eftir at Henrik Weihe Joensen fyrst varð góðkendur sum nevndarlimur, men síðani vrakaður aftur. Tað var ein fulltrúi í Fíggjarmálaráðnum, sum boðaði Henriki Weihe Joensen frá, at hann kortini ikki skuldi vera nevndarlimur, og Kristina Háfoss harmast um mannagongdina í Fíggjarmálaráðnum. Henrik Weihe Joensen sigur, at hann góðtekur grundgevingina hjá Fíggjarmálaráðnum, og vil ikki gera fleiri viðmerkingar til málið. Tey, sum higartil eru vald í nevndina fyri Landsbankan, eru Zvonko Mrdalo, Elisabeth Eldevig, Kristoffur Laksá, Ninna Herdis Danielsen, Edvard Heen og Jan Otto Holm. Grím ur Gríms son, kanningarstjóri, sigur við íslendskar miðlar, at ikki ber til at siga, um Birna er dripin við vilja ella av gáloysni. Røkir partafelagið Eysturoyar og Sandoyartunlar ikki sínar lánsskyldur, kann lánsveitarin lata tunnilin aftur, tí hann hevur tryggjað sær pant í sjálvum tunnilsmunnanum. Tann spurningurin er kanska atvoldin til, at samráðingarnar taka so langa tíð, heldur Heðin Mortensen, sum nú situr í andstøðuni í Tórshavnar býráð. Minnilutin í býráðnum, Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin, vil hava at vita, hvat skal henda við Sjóvinnuhúsinum, og hevur tí kravt málið fyri býráðsfundin í annaðkvøld. Ósemjan millum strandarlondini um, hvussu tey skulu býta sildakvotuna, ger, at kvoturnar, sum londini hava ásett sær, eru 150.000 tons størri enn heildarkvotan, sum londini annars eru samd um. Hetta hendir samstundis sum fiskifrøðingar siga, at stovnurin er á markinum til, hvat hann tolir. Gýtingarstovnurin er fimm milliónir krónur. Sambært seinastu semjunum millum strandarlondini um býtið eiga Føroyar 5,1 prosent av norðhavssildini og 26 prosent av svartkjaftinum. Men nú samráðingar um nýggjan býtislykil vera í heyst, hava Føroyar tikið sær 20 prosent av sildini og 35 prosent av svartkjaftinum í 2017. Sambandsflokkurin vil nú hava at vita frá Akseli V. Johannesen, nær hann fer at almannakunngera øll skjøl í sambandi við fullveldissamráðingarnar millum landsstýrið og donsku stjórnina í 2000. Flokkurin vísir á, at nógvar trúnaðarupplýsingar um samráðingarnar eru liknar út í bókini Tá Føroyar skuldu loysa , sum kom út í fjør. Sambandsflokkurin spyr eisini løgmann, um hann kann vátta, at fólk í og kring fullveldislandsstýrið lótu trúnaðarupplýsingar leka út til fjølmilar í sambandi við samráðingarnar, og hvørji stig hann fer at taka mótvegis hesum persónum. Og Sambandsflokkurin vil haraftrat hava at vita, hvørji stig løgmaður ætlar at taka, eftir at fyrrverandi embætismaður og spinndoktari hjá fullveldislandsstýrinum í bókini Tá Føroyar skuldu loysa sannlíkt hevur brotið tagnarskylduna við at almannakunngera upplýsingar um fullveldissamráðingarnar, sum øll landsstýri síðani 2000 hava sagt vera trúnaðarupplýsingar. Sambandsflokkurin sigur í viðmerkingunum til fyrispurningin, at nú trúnaðarupplýsingar eru liknar út í bók, eiga øll skjøl í sambandi við samráðingarnar í 2000 at verða leysgivin. Og løgmaður eigur sum skjótast at staðfesta ábyrgd hjá politikarum ella embætisfólkum og øðrum, ið møguliga hava likið. 6. oktobber í 1992 gjørdi landsstýrið við Atla Dam, løgmanni, á odda fyrstu avtaluna við donsku stjórnina um at bjarga Sjóvinnubankanum. Birgir Danielsen, nevndarformaður í Sjóvinnubankanum, segði, at støðan í bankakervinum var ein spegilsmynd av búskaparstøðuni í Føroyum. Tað kostar meir at gera skipið aftur, enn tað er tryggjað fyri, og tí hevur Tryggingarfelagið Føroyar gjørt av, at skipið ikki verður umvælt. Mortan Poulsen, stjóri í Tryggingarfelagnum Føroyum, sigur, at skipið er so illa brent, at talan er um ein totalskaða, og tí loysir tað seg ikki at brúka pengar upp á Vesturland. Eldur kom í Vesturland um middagsleitið 7. januar, tá skipið royndi við gørnum vestur av Føroya Banka. Tyrlan hjá Atlantsflogi tók teir 10 menninar upp, og fleyg teir til lands. Tað eydnaðist ikki at fáa orðið á stjóran í Thor, Hans Andrias Kelduberg, men hann segði, tá eldur kom í skipið, at teir fara ikki at fáa sær annað skip, fyrr enn fiskivinnunýskipanin er sett í verk, tí tað kunnu so nógvar broytingar henda í hesum árinum. Borgarstjórin hevur sjálvur sett málið á skrá. Jógvan Skorheim er formaður í Nýggjum Sjálvstýri, og hevur seinastu tvey árini verið einasti floksformaður, ið ikki hevur sitið á tingi. Hann kom á ting í 2011 sum varamaður fyri Kára P. Højgaard, ið gjørdist landsstýrismaður. Men táverandi býráð vildi ikki loyva Jógvani Skorheim at røkja tingsessin eftir, at hann gjørdist borgarstjóri í Klaksvík í 2012. Heldur ikki eftir løgtingsvaldið í 2015, loyvdi býráðið Jógvani Skorheim í tingið, hóast hann tá varð valdur tingmaður fyri Nýtt Sjálvstýri. Eftir býráðsvalið í november í fjør varð Tjóðveldislistin í Klaksvík settur uttan fyri meirilutan, millum annað tí hann árini frammanundan noktaði borgarstjóranum at fara í Løgtingið. Tí er sannlíkt, at Jógvan Skorheim eftir býráðsfundin í Klaksvík í dag verður tingmaður og borgarstjóri samstundis. Neyðugt er at broyta kommunustýrisskipanina hjá Tórshavnar kommunu, tí meirilutin vil hava eina býráðsnevnd afturat teimum seks, sum eru nú. Meirilutin í býráðnum vil hava eina eldranevnd við fimm býráðslimum at umsita eldraøkið og heilsu og umsorganartænastuna hjá Tórshavnar kommunu. Broytingin ávirkar eisini samsýningina, sum formenn og forkvinnur í føstu nevndunum fáa. Hon minkar nakað, tí ein nevnd kemur afturat. Rúni Brattaberg, operasangari, fekk mentanarvirðisløn landsins fyri 2016. Virðislønin er 150.000 krónur , og varð latin Rúna Brattaberg fyri hansara avrik sum viðurkendur operasangari í stórum operahúsum um allan heim. Steinprent, grafiski verkstaðurin í Havn, fekk heiðursgávu landsins, 75.000 krónur , fyri sítt stóra íkast til til føroyskt mentanar og listalív í Føroyum seinastu 18 árini. Anna Malan Jógvansdóttir, yrkjari og myndlistakvinna, fekk virðislønina til ungt listafólk, 50.000 krónur Hon gav út sítt fyrsta listprýdda yrkingasavn í 2015 og gongur í løtuni á rithøvundaskúlanum í Keypmannahavn. Áðrenn løgtingið um slakar tvær vikur fer at viðgera uppskotið hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur um at byggja akvarium í Klaksvík, hevur partakvinna hennara í býráðnum í Havn mint á Sjósavnið í Havn. Annika Olsen er avgjørd, tá hon skrivar, at vit, tað er meirlutin í býráðnum, fara sjálvandi at stuðla um og útbyggingarætlanini hjá Sjósavninum, ein ætlan, sum sambært borgarstjóranum er spennandi. Meirilutin í býráðnum fer at stuðla av fullum huga, sama, hvørjar ætlanir onnur hava um sjósavn ella akvarium, sigur Annika Olsen. Orðblindni er eitt sera vítt hugtak. Mann kann vera lítið orðblindur, miðal orðblindur, sera orðblindur og so framvegis. Orðblind í Føroyum hava tað enn trupult, tí tey ikki altíð fáa tað staðfest, og hareftir ikki fáa røttu hjálpina. Sára Ripley, sum er mamma at einum 15 ára gomlum drongi, greiður frá, hvussu teirra bardagi er og hevur verið viðvíkjandi at fáa røttu hjálpina til sonin. Lutakast um EM undankappingina fyri U 21 landslið hevur verið í Nyon í Sveis í dag. Føroyar komu í bólk trý har Danmark verður eitt av mótstøðuliðunum. Skráin 08.06.2017 Litava Føroyar 01.09.2017 Føroyar Danmark 05.09.2017 Finnland Føroyar 10.10.2017 Georgia Føroyar 10.11.2017 Føroyar Pólland 23.03.2018 Georgia Føroyar 08.06.2018 Føroyar Finnland 07.09.2018 Pólland Føroyar 12.10.2018 Føroyar Litava 16.10.2018 Danmark Føroyar Elektra er ein leikur um kærleika, longsul, svik og trupla valið millum hevnd og fyrigeving. Ein leikur, sum hóast 2500 ára gamal, nærmast tykist ræðandi aktuellur í 2017, sambært leikstjóranum Kim Dambæk. Rúni Brattaberg hevur fingið Mentanarvirðisløn Landsins. Í tí sambandi vitjaði eitt sjónvarpslið Rúna tvey kvøld í operahúsinum í týska býnum Leipzig, har hann starvast sum solosangari. Vit hittu hann undir venjingunum og undan framførsluni av eini operu eftir Mozart. Rúni er komin langt sum sangari, síðani hann byrjaði í einum operakóri í níti árunum. Orsøkin til framgongdina er at finna í hørðum og miðvísum arbeiði. Sendingin gevur innlit í ein beinharðan gerandisdag á pallinum, sum er merktur av nógvari venjing og høgum krøvum. Bara helvtin av smábørnum, eldri enn 15 mánaðir, í Grønlandi eru koppsett fyri meslingar, fárasjúku og reydlingar, skriva grønlendskir miðlar. At foreldur gloyma at koppseta børn síni við MFR koppsetingini er so mikið álvarsligt, at heilsumyndugleikarnir í Nuuk skipa fyri einum opnum koppsetingarátaki leygdardagin 4. februar, har foreldur kunnu fáa børnini koppsett uttan avtalutíð. Málið er, at 95 prosent av børnunum skulu verða koppsett við MFR, men nú tey eru færri enn 50 prosent, er veruligur vandi á ferð, sigur Michael Lynde Pedersen, lækni á Drotning Ingridar heilsudepli í Nuuk. Meslingar smitta illa millum børn, og kunnu í ringasta føri elva til álvarslig mein ella deyða. Fáa vaksin fólk meslingar, hevur tað ofta álvarsligar avleiðingar við sær. Tórshavnar býráðið hevur skarvað av játtanum til eitt nú langhyl og skjótibreyt til frama fyri musikkskúlan, sum nú skal byggjast. 15 milliónir krónur verða settar av til musikkskúlan aftrat, men afturfyri verður minni játtað til langhylin, innkomuvegin til Eysturoyartunnilin og skjótibreyt. Kanningin um, hvørt føroyingar ynskja at taka ímóti flóttafólki ella ei hevur elvt til kjak um, hvørt kanningin er valid ella ikki. Tað er Ingmar Á Løgmansbø og fleiri, sum hava tikið stig til verkætlanina Ringrás, sum hevur sett sær sum mál at arbeiða fram ímóti, at okkara liviháttur sum einstaklingar og samfelag í størri mun samsvarar við náttúrunar lívfrøðiligu ringrás, við virðing fyri teimum mørkunum, sum náttúran hevur. Seinasta verkætlanin hjá Ringrás er at fáa fólk at nýta appina Bera, sum posta hevur ment. Ingmar Á Løgmansbø heldur at Posta burdi marknaðarført møguleikan við Bera betri, so sleppast kann av við pappírslýsingar. Tórshavnar býráðið hevur skarvað av játtanum til eitt nú langhyl og skjótibreyt til frama fyri musikkskúlan, sum nú skal byggjast. Sambært borgarstjóranum er neyðugt at raðfesta av nýggjum. 15 milliónir krónur verða settar av til musikkskúlan aftrat, men afturfyri verður minni játtað til langhylin, innkomuvegin til Eysturoyartunnilin og skjótibreyt. Sigmundur í Hoyvík skipar Margretu kvæði í Dansifelgnum í Havn. Sumbingar kvøða Gunnar á Líðarenda. Hargin Joensen skipar. Nólsoyingar eru kendir fyri Fuglakvæði, sum Nólsoyarpáll yrkti. Einar Jacobsen skipar brot úr Fuglakvæðnum. Wenzel Kamban skipar Fuglakvæði eldra í Dansifelagnum í Havn. Í Stígum Fast kvøða tey kvæði, Risin í Holmgørðum. Eyðun Mohr Viderø skipar. At enda hoyra vit rímuna, Sverra Ríma, sum J.P. Gregoriussen yrkti. Norðstreymoyar Dansifelag kvað hana, tá minningarhald var um 100 ára deyðadag skaldsins í 2001. Antines Antoniussen skipar. Kvæðini eru í fullari longd her á heimasíðuni. Sjónvarp Føroya fór at senda fyrst í apríl í 1984. Samstundis fóru sjónvarpsfeløgini, sum høvdu havt loyvi at senda í umleið seks ár, í søguna. Hvørki tryggingin ella reiðaríið vilja siga nakað um upphæddina, sum skipið er tryggjað fyri, men reiðaríið er skaðaleyst eftir hendingina, sigur Hans Andrias Kelduberg, reiðari. Mortan Poulsen, stjóri í Tryggingarfelagnum Føroyum, segði í gjár, at tað kostar meiri at gera Vesturland aftur, enn tað er tryggjað fyri. Tí ger tryggingin ikki meira við málið, segði hann. Mikukvøldið 25. januar vórðu Mentanarvirðislønir landsins handaðar á almennum tiltaki á Seglloftinum á Tvøroyri. Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, handaði virðislønirnar. Rúni Brattaberg, operasangari, fekk mentanarvirðisløn landsins fyri 2016. Virðislønin er 150.000 krónur, og varð latin Rúna Brattaberg fyri hansara avrik, sum viðurkendur operasangari í stórum operahúsum um allan heim. Steinprent, grafiski verkstaðurin í Havn, fekk heiðursgávu landsins, 75.000 krónur, fyri sítt stóra íkast til til føroyskt mentanar og listalív í Føroyum seinastu 18 árini. Anna Malan Jógvansdóttir, yrkjari og myndlistakvinna, fekk virðislønina til ungt listafólk, 50.000 krónur. Hon gav út sítt fyrsta listprýdda yrkingasavn í 2015 og gongur í løtuni á Rithøvundaskúlanum í Keypmannahavn. Pauli Trond Petersen í Vestmanna fekk á bygdarráðsfundi týskvøldið loyvi til at vera borgarstjóri og løgtingsmaður í senn eins og í undanfarna valskeiði. Sambært Bárði Nielsen var Høgni Hoydal á fundinum í gjár loksins meira ítøkiligur. Men tað bøtti ikki um samráðingarnar, tvørturímóti. Magnus Magnussen, sum dagliga koyrir eftir Hvítanesvegnum fram við Glasir í Hoydølum, er mangan skelkaður av hvussu illa skúlanæmingarnir síggjast í myrkrinum, tí tey ikki nýta endurskin. Magnus skrivaði tí, á facebook, eina áheitan á tey ungu, fyri at heita á tey at nýta endurskin, tí hann vil helst ikki koma í ta støðu, at hann koyrir á onkran, um tað kundi verið sloppið undan. Í samband við Listarleypin, arbeiða næmingar í Frískúlanum í Havn við skuggadukkuleiki. Tey arbeiða saman við Rakel Helmsdal. Vit hoyra um Nykursvísu og ævitýrið, Trøllið hjá Pápaleysa. At enda hoyra vit Páll Danielsen lesa ævintýrið Trøllið hjá Pápaleysa. Karin Elsbudóttir fekk heiðursmerkið Heiðurspeningur Forseta íslands sum viðurkenning fyri arbeiðið, sum hon hevur útint á Norðurbryggjuni, fyri millum annað at fremja íslendska mentan og list í Keypmannahavn. Íslendski forsetin, Guðni Jóhanneson og frú Eliza Reid, hava verið á stjórnarvitjan í Danmark í vikuni, og Norðurbryggjan var karmur um veitslu í gjárkvøldið, har forsetin var vertur fyri móttøku fyri innbodnum gestum bæði úr Danmark, Íslandi, Grønlandi og Føroyum. Heiðursgestir vóru Margreta drotning og Heindrikur prinsur. Eisini vóru hægstu umboð fyri stjórnirnar í Danmark og Grønlandi hjástødd saman við eitt nú listarfólkum. Viðurskiftini í fiskivinnuni eru somikið ógreið, at Thor ikki fer at keypa annað skip fyri Vesturland, fyrr enn fiskivinnunýskipanin er sett í gildi. Kreppuárini settu dám á løgmanstíðina hjá Maritu Petersen, sum fleiri ferðir noyddist til Danmarkar at gera avtalu við danskar myndugleikar, í kjalarvørrinum av bankakreppuni. Ætlanin er at talgilda arvastreingin hjá 1500 føroyingum. Hóast fleiri enn 1500 longu hava meldað seg til og 375 longu hava latið blóðroynd so vilja tey í Fargen fáa fleiri nøvn á tekningarlistan. Kanningar vísa, at okkara ílegur bólka seg eitt sindur ymiskt alt eftir, hvaðani vit eru. Neyðugt er tí at ansa eftir, at luttakararnir samlað ikki eru ov nær í ætt hvør við annan, skrivar Fargen. Fargen hevur tó serstakan áhuga fyri sonevndum trio um. Ein trio er trý fólk ein mamma, ein pápi og barn teirra, sum skal vera í minsta lagi 18 ár. Orsøkin til, at vit hava serligan áhugan fyri trio um er, at við teimum ber til at kanna, nær talan er um arvað ílegufrábrigdi, og nær talan er um frábrigdi, eru íkomin seinni, sigur Noomi O. Gregersen, verkætlanarleiðari. Umleið 60 prosent av teimum, sum higartil hava teknað seg, eru kvinnur. Av teimum, sum hava latið blóðroynd, eru lutfalsliga nógv vágafólk, meðan Norðuroyggjar og Suðuroy eru undirumboðarar í mun til fólkatalið. Áhugin fyri at lata blóð til Fargen tykist vera nógv størstur hjá teimum, sum eru í 50 árunum, eisini tey, sum er í 20 árunum eru hampuliga væl umboð. Tað er óheppið, tí ynskiligt er við eini breiðari aldurssamanseting hjá luttakarunum, og ein er ov gamal at luttaka, sigur Katrin D. Apol, kunningarsamskipari hjá Fargen. Nú fer Fargen at savna inn blóð frá teimum, sum hava teknað seg. Farið verður eisini í útoyggjarnar eftir blóðroyndum. Tey, sum hava teknað seg, fáa boð, tá blóðroyndir verða tiknar í teirra øki. Einki skilagott búskaparligt alternativ er til at byggja Sundsverkið út, staðfestir SEV, og leggur afturat, at tveir teir elstu og størstu motorarnir á Sundi kunnu ganga fyri. Neyðugt er at hava eina álítandi tiltakstrygd, ið tekur um endan, tá ið grønu orkukeldurnar ikki eru nøktandi, ella møguliga ganga fyri av einari ella aðrari orsøk, stendur millum annað í skrivinum. Røkt hevur víst á, at felagið kann veita meginpartin av tí streymi, sum í dag kemur frá olju, við eini pumpuskipan oman fyri Vestmanna. Størsti fyrimunurin við, at børn íðka nógvar ymsar ítróttagreinar er, at tey menna eitt fjølbroytt rørslumynstur, tað siga ítróttaserfrøðingarnir Michail Tonkonogi og Magni Mohr. Hinvegin viðurkenna teir eisini, at tað kann vera neyðugt at halga seg eina ítróttagrein tíðliga, um ein vil vera kappingarførur á altjóða stigi. Heimavøllurin vitjar ÍF Badminton á Kambsdali. Á skúlanum verður nógvur dentur lagdur á yvirnatúrliga partin av kristnilívinum so sum grøðing, at profetera og kunnskaparorð. Serliga tað at fara út á gøtuna at biðja fyri fremmandum fólki helt Sára vera rættiliga avbjóðandi, men hon hevði avgjørt ikki vilja verið árið á bíbliuskúlanum fyri uttan. Les meira um skúlan á veienbibelskole.no. Umframt at lesa til lærara so hevur Dina Jensdóttir Bech við heimasíðuni vakurleiki.fo. Endamálið hjá henni er at savna andaligt tilfar, og hon ger alt fyri at øll kunnu fáa henara boðskap. Hon ger video og skrivar tekst undir, so tey dulu kunnu lesa, hvat Dina tosar um, hon skrivar greinar og lesur teir inn sum ljóðfílu, og so vísir hon eisini sína kreativu síðu fram. Tað er ymiskt, hvønn leiklut átrúnaðurin splælir í starvinum. Mín trúgv hjálpti mær at velja mítt starv, sigur Jógvan Martin Davidsen. Harafturat stuðlar hansara trúgv eisini uppundir framtíðararbeiðið sum sálarfrøðingur. Niðri í Danmark lesur Hanus Pál Jógvansson guðfrøði. Síðan hann gekk í fólkaskúlanum, hevur hann havt vónir um at gerast prestur. Hann metir eisini, at tað er týdningarmikið, at hann skal lurta eftir fólkinum sum prestur. Ungdómurin møtir væl upp til tiltøk sum Alive, og tað fegnast fyriskipararnir Krista Áargarð og Ulla Eysturtún um. Ungdómurin er broyttur sera nógv ígjøgnum tíðina. Í dag ganga fólk í samkomum, sum tey vanliga ikki ganga í. Vit hugsa meira um tað, sum vit hava til felags og ikki umvent, sigur Krista. Tað gjørdi Klaksvíkar býráð við teprum meiriluta av á fundi í gjár. Seks býráðslimir tað er meirilutin við Nýggjum Sjálvstýri og Javnaðarflokkinum vóru fyri, og fimm tað er minnilutin við Fólkaflokkinum og Tjóðveldi vóru ímóti. Byggifelagið NCC, sum skal gera Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin, sleppur at leiga eitt øki millum Velbastaðvegin og Kirkjubøarvegin í Havn til bústaðir til fólkið, sum skal arbeiða fyri felagið. Ein minniluti í Fíggjarnevndini hjá býráðnum, javnaðarmenninir Heðin Mortensen og Tróndur Sigurðsson, hilda ikki, at ásetingarnar í byggisamtyktini loyva, at skúrbýur verður settur upp á økinum. Men hini 45 prosentini skulu eisini gerast talgildar, sigur Fíggjarmálaráðið, sum hevur sent tvey lógaruppskot um talgildu Føroyar til hoyringar. Sambært Fíggjarmálaráðnum fer talgilda frambrotið at gera gerandisdagin lættari hjá øllum í Føroyum, hjá fólki, almennu fyrisitingini og hjá vinnuni. Er handilin í iva, um hann hevur nóg mikið av tilboðsvøruni, eigur handilin greitt at tilskila í lýsingartilfarinum, at fyrivarni verður tikið fyri, at vøran er tøk. Men kundin fekk tó sína vøru seinni, og tí ger Brúkaraumboðið ikki meira við hetta málið, uttan at gera vart við reglurnar um samlimerki og tilboð. Fyri hesi samlimerki tá tey eru nóg nógv ber so til at keypa ávísar vørur, fyrst og fremst køksamboð og borðbúnað, fyri lægri prís enn tær annars kosta. Brúkaraumboðið vísir á, at skal kundin samla merki til at keypa vøru fyri niðursettan prís, kann talan verða um villleiðandi marknaðarføring og marknaðarføring, sum er í stríð við góðan marknaðarføringarsið, um kundin ikki fær hesa vøru, tá kundin vil hava hana. Forlagið Sprotin gav út bókina í 2015, Edward Fuglø hevur gjørt kápumyndina til føroysku útgávuna. Sonja Kjølbro hevur staðið fyri umbótingini. Ikki fyrr enn takið á Glasi er liðugt, fer Landsverk undir at seta eina nýggja tíðarætlan fyri, nær bygningurin hjá Glasi verður liðugur. Kortini sigur stjórin á Landsverki seg vóna, at arbeiðið at gera takið liðugt, verður liðugt í næstu viku. Men treytin er, at veðrið batnar. Tað er serliga á sættu hædd, at vindskaðin forðar arbeiðinum, men arbeiðsgongdin í bygninginum er broytt, so arbeiðast kann aðrastaðni í bygninginum í staðin. Arbeiðið á Glasi er seinkað, og útlit eru fyri, at arbeiðið verður upp aftur meira seinkað av stormskaðanum, sigur Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki. Í fjør rindaði fiskivinnan 237 milliónir og alivinnan 239 milliónir krónur í skattum og avgjøldum til landskassan. Tilsamans 476 milliónir krónur. Og tað er tað mesta nakrantíð Beinleiðis inntøkur frá fyritøkum í fiski og alivinnuni stava frá felagsskatti, kapitalvinningsskatti, tilfeingisskatti, loyvisskatti, avgjaldi á fiskatilfeingi, tøkugjaldi og inntøkum frá uppboðssølu. Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, hevur svarað løgtingsmanninumn Magnusi Rasmussen, sum spurdin hvussu nógv landskassin hevur fingið burturnúr fiski og alivinnuni síðstu 20 árini. Nýggjastu tølini í yvirlitinum, tey fyri 2016, skulu tó takast við ávísum fyrivarni. Bæði tí at talan er um fyribilstøl, og tí at hvørki felagsskattur ella kapitalvinningsskatturin fyri 2016 er avroknaður enn. 2011 var fyrsta árið, tá partur av fiskiríkidøminum varð selt á uppboðssølu, og tilfeingisgjald varð lagt á part av tilfeinginum. Hetta árið rindaði fiskivinnan 140 milliónir beinleiðis í landskassan, sammett við 16 milliónir krónur árið fyri. 2011 var eisini árið, tá alivinnan fór at tjena so mikið av pengum, at felagsskattur og skattur av vinningsbýti hjá alifyritøkunum fór at fløva í landskassanum. Í 2011 rindaði alivinnan 53 milliónir í skatti og avgjøldum. Síðani 2011 hevur landskassin fingið støðugt fleiri inntøkur, bæði frá fiski og alivinnuni. Í fiskivinnuni er tað serliga tilfeingisgjaldið, ið hevur givið landskassanum millum 110 og 153 millliónir um árið, og uppboðssølurnar í 2011 og aftur í 2016 hava givið landskassanum ávíkavist 72 og 60 milliónir krónur. Í alivinnuni hava risastóru yvirskotini síðstu árini givið landskassanum munandi inntøkur í partafelagsskatti okkurt árið meira enn 100 milliónir. Eisini hava alifyritøkurnar síðstu árini útlutað stór vinningsbýti, og eisini tað hevur givið landskassanum skattainntøkur. At lata Fróðskaparsetrið flyta inn í Sjóvinnuhúsið er at ganga ímóti ynskjunum hjá vinnuni um, hvat bygningurin skuldi brúkast til. Men samanrenningin millum vinnu, útbúgving og gransking kann fara at rigga væl, og kann møguliga elva til meira vinnuligt virksemi á Vestru bryggju. Bókin Vágamentan Teir vóru so fittir og galantir er skrivað við støði í MA ritgerð hjá Minu Reinert frá 2007. Hon setti sær fyri at finna broytingar, ið stóðust av, at Vágar vórðu hersettar undir krígnum. Hon kannaði, hvussu viðurskiftini vóru fyri hersetingina, hvussu hon ávirkaði samfeløgini í Vágum, og hvørjar broytingar hersetingin elvdi til eftir heimsbardagan. Barnagarðar, ellisheim, skúlar, fyritøkur, bindiklubbar og onnur sum vilja hava meira vitan innan seinárin av kynsligum ágangi, eru vælkomin at seta seg í samband við okkum. Arbeiðsætlanin við hesum hugskoti hjá KRIS er, Ein mamma hvørs barn bleiv missbrúkt í samkomuni Ein mamma hvørs barn bleiv missbrúkt innan familjuna Ein kvinna bleiv missbrúkt av pápanum Ein kvinna bleiv missbrúkt av kvinnu og manni Ein kvinna bleiv missbrúkt innan familjuna Tað kostar meira at gera skipið aftur enn tað er tryggjað fyri. Ti hevur Tryggingarfelagið Føroyar gjørt av, at skipið ikki verður umvælt. NMU er stór norðurlendsk svimjistevna, har tað umframt svimjarar úr øllum Norðurlondum, eisini eru svimjarar úr baltisku londunum. Vit vænta, at tað koma millum 150 og 200 svimjarar, venjarar, leiðarar og onnur til Føroyar at kappast, sigur Rókur í Jákupsstovu. Í Vági eru tey longu byrjað at fyrireika norðurlandameistarakappingina, og eftir ætlan verður hetta bara fyrsta av fleiri altjóða kappingum. Hetta verður fyrsta stóra altjóða svimjistevnan í Páls Høll, men hetta verður ikki tann seinasta altjóða svimjistevnan í Vági, tað er longu greitt, sigur Dennis Holm, borgarstjóri. NMU verður 8. og 9.juli. Norðurlendska Meistaraskapurin fyri Ung er fyri árgangirnar gentur 13 15 ár 2002 2004 og dreingir 14 16 ár 2001 2003 . Norðoya Javnaðarfelag bað í fjør landsstevnuna hjá Javnaðarflokkinum avgera, um politikarar hjá flokkinum kunnu vera bæði borgarstjórar og løgtingsfólk í senn. Kortini atkvøddu býráðslimirnir hjá Javnaðarflokkinum í Klaksvík í gjár fyri, at borgarstjórin, Jógvan Skorheim, kann vera borgarstjóri og løgtingsmaður. Signhild V. Johannesen, sum er varaborgarstjóri í Klaksvík, hevur ikki frætt, hvussu er vorðið við uppskotinum. Men hon vónar, at málið verður avgreitt á landsstevnuni í vár. Fyrst í apríl í fjør segði Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, at hann er ímóti, at fólk í flokkinum kunnu røkja tvey politisk størv í senn. Eitt eintak stendur á goymslu á Landsbókasavninum, eitt eintak stendur á goymslu aðrastaðni í Føroyum um nú okkurt hendir við hinari goymsluni, og síðan eru nøkur eyka eintøk á goymslu. At talan er um eina altjóða svimjikapping á høgum stigi, setur stór krøv til fyrireikararnar, sigur Rókur í Jákupsstovu, formaður í Svimjisambandi Føroya. Eg vóni, at landsstýrið fer at kýta seg soleiðis, at føroyskar hendur sleppa at smíða nýggja havrannsóknarskipið, heldur enn útlendskar. Tað ger einki um skipið verður eitt sindur dýrari, tí skipasmíð hevur nógv avleitt virksemi við sær. Í einstøkum førum liggja eisini skotskir fiskakeyparar framvið at keypa feskan svartkalva í Føroyum, og tað er við til at hækka prísin. Magnus Jespersen, á Delta Seafood, sum keypir umleið 1.000 tons av svartkalva um árið, sigur, at tey fyri tað mesta keypa frystan svartkalva frá trolarunum. Hann sigur at prísurin hevur verið góður, men at hann helst hevur rokkið toppin, og at prísurin nú fer at lækka aftur. Ein orsøk er, at nógvur svartkalvi verður fiskaður í Kanada og í Grønlandi. Í 2006 vórðu fiskað um 1.000 tons og í 2008 sløk 2.500 tons. Síðani minkaði fiskiskapurin aftur, og í 2010 vóru bert fiskað 1.500 tons. Síðani hevur gingið framá aftur, í 2015 vórðu fiskað 3.500 tons, og í fjør setti fiskiskapurin met, tí tá vórðu fiskað sløk 5.000 tons av svartkalva. Aslaug Olsen er 52 ára gomul og tók læraraprógv í 2002. Harumframt hevur hon tikið merkonom og diplomútbúgving í leiðslu umframt ymisk skeið í leiðslu og námsfrøði. Aslaug Olsen hevur verið skúlaleiðari í Hvalvíkar Skúla í 12 ár, og hon hevur eisini verið virkandi skúlastjóri í Stranda skúla seinasta árið. Gólvið verður slípað, og vinyl og polyurethan verða løgd á. Gólvið minnir um tað, sum er í farstøðini á flogvøllinum, og tað verður lagt á allar vanligar skúlastovur, í matstovuni og runda høvuðsbygninginum. Tórshavnar kommuna fer nú at samráðast Húsavarðartænastuna, sum hevði lægsta tilboð at byggja musikkskúlan, og vónandi verður sáttmáli gjørdur um arbeiðið fyri 1. apríl. Musikkskúlin verður umleið 2600 fermetrar til støddar við stórum orkesturhøli, sum umframt at vera undirvísingarstað fyri stór kór og orkestur, eisini er ætlað til framførslur fyri 350 áhoyrarum. Hoyr spennandi og stuttligu kappingina millum leiðaran í Hugskotinum, Jónhild Rasmussen, og formannin í Vinnuframa, Regin W. Dalsgaard, øðrumegin, og designaran og stylistin, Katrinu í Geil, og blaðstjóran á Kvinnu, Siri Sørensen, hinumegin. Noreg, sum heldur ikki er limur í ES, er á øðrum plássi við 60 prosentum omanfyri miðalprísstøðið, Danmark, sum ER limur í ES, er á triðja plássi við 45 prosentum omanfyri miðalstøðið og Ísland, sum IKKI er limur í ES, er á fjórða plássi, har kostar matvørur, drykkjuvørur og tubbak 30 prosent meira enn miðal prísstøði í Evropa. Nú er ein vika liðin síðani Trump var tikin í eið, sum amerikanskur forsetI, og vit kunnu staðfesta at Trump er Trump men tað plagar okkum at dáma, at politikarar eru teir somu undan og eftir eitt val. Nýggjasta klandrið millum høvuðsstaðin og Klaksvíkina ella Norðuroyggjar stendst um eitt akvarium skal sjósavnið á Argjum byggjast út ella skal ein millión brúkast til akvarium í Klaksvík. Og kanska kunnu vit vænta, at borgarstjórin í Klaksvík nú fer at arbeiða fyri einum akvarium í Klaksvik í løgtinginum, tí í hesi vikuni loyvdi býráðið honum eisini at sita í tinginum. Ymiskt er, hvussu tey ungu verlja at praktisera sína trúgv. Summi fara á bíbliuskúla fyri at styrkja trúnna og onnur rappa um hana. Vit ferðast frá Sørvági til Oyndarfjørð og vitja støð har ímillum fyri at vísa, hvussu ymiskt samkomulívið kann vera. 85 ára gamli Mikhail Gorbatjov heitir nú á heimsins leiðarar fyrst og fremst Vladimir Putin og Donald Trump, um at gevast við vápna dubbingini. Tað sær út sum heimurin fyrireikar seg til kríggj, ljóðar skotsmálið frá fyrrverandi forsetanum í Sovjetsamveldinum í samrøðu við blaðið Time. Gorbatjev vísir á, at alsamt fleiri stríðsdeildir verða sendar til Evropa, og tey vápn, sum Russland og Nato fyrr lótu standa langt frá hvørjum øðrum, nú standa væl tættari nærum til hólmgongu. Eftir hansara tykki eiga Trump og Putin at taka stig til eina ST samtykt um at kjarnorkukríggj kann ikki góðtakast. Tí hóttanin um kjarnorkukrígg ER til staðar. Í dag tykst kjarnorkuhóttanin at vera verulig. Sambandið millum stórveldini er versnað gjøgnum fleiri ár. Og tað kemur væl við hjá teimum, sum eru fyri eini hernaðarligari dubbing. Tey gníggja seg í lógvarnar, sigur Gorbatjov í samrøðuni við Time. 70 ára gamli Olivur Joensen hevur átt Norðlýsið í 40 ár, og síðstu mongu árini hevur hann rikið blaðið saman við soninum John William Joensen. Hann er púra avkláraður við, at tíðin við Norðlýsinum nú er farin, og at onkur annar skal taka yvir blaðið, væntandi um ein mánað ella so. Edvard Heen var í uppskoti sum ársins leiðari innan tað almenna saman við Hedvig Johansdóttir, stjóra á Dugna, og Hilmar Eliasen, stjóra á Strandfaraskipum Landsins. Johannes Jensen var í uppskoti sum ársins leiðari innan tað privata saman við Frimodt Rasmussen, stjóra á Klaksvíkar Sleipistøð, og Rógva Róin, stjóra í fyritøkuni Petur Larsen. Tórshavnar kommuna fer nú undir samráðingar við Húsavarðartænastuna, sum hevði lægsta tilboð uppá at byggja Musikkskúlan. Tað skrivar heimasíðan hjá kommununi. Kommunan hevur nú, eftir býráðsfundin hóskvøldið, broytt fíggjarætlanina so at tøkar eru góðar 26 miljónir at byrja við. Musikkskúlin verður um 2.600 bruttofermetrar til støddar við stórum orkesturhøli, sum umframt at vera undirvísingarstað fyri stór kór og orkestur eisini er ætlað til framførslur við upp til 350 áhoyrarum. Øll undirvísingarhøli eru serútgjørd, har serligur dentur er lagdur á bestu ljóðviðurskifti, skrivar heimasíðan. Formaðurin í ES nevndini, Jean Claude Juncker mælir til at øllum í ES verður tryggjað ein minstaløn fyri arbeiði, og samstundis áseta eitt minstamark fyri almannaveitingar. Tað er ein treyt fyri at samstarvið í ES skal eydnast til fulnar, sigur hann. Tað er ikki neyðugt at minstalønin verður tann sama í øllum londunum, men at londini geva til kennar, at tey taka undir við ætlanini. ES nevndin fer í mars at leggja fram fleiri uppskot um sosial rættindi, og í fyrstu atløgu skulu uppskotini bert vera galdandi fyri londini í evrusamstarvinum. Men londini skulu sjálvi gera av, hvussu lønirnar verða ásettar. Um okkara leiðir er ikki vanligt við at ta almenna ásetur lønirnar, tær verða ásettar í samráðingum ímillum arbeiðsgevarar og fakfeløgini. Fiskivinnuósemja hevur tikið seg upp ímillum ES og Noreg um fiskiskapin við Svalbard. Eftir eini semju frá 1920, er tað Noreg sum hevur yvirvaldsrættin yvir øøkinum, men onnur lond, sum hava undirskrivað semjuna, kunnu í ávísan mun reka vinnu í økinum. Noreg vil vera við, at tað eftir avtaluni frá 1920, bert kann rekast vinna á landi á Svalbard og út á 22 fjórðingar úr landi. Økið uttanfyri er norsk ogn. Norsku fiskiveiðumyndugleikarnir fingu 22. desember í fjør eitt skriv frá ES, um, at 22 skip høvdu fingið loyvi at royna eftir krabba í økinum, sum Noreg heldur seg hava rættin til. Fyrr í hesum mánaðinum tók norska sjóverjan eitt av skipunum, Senator, úr Litava, tá skipið setti rúsur í økinum, sum Noreg sigur seg eiga. Skipið fekk boð um at sigla til Kirkenes, og har legði løgreglan hald á útgerð fyri umleið eina millión krónur , umframt at skiparin fekk eina bót uppá 150.000 krónur Hann má fáa hjálp fyri sínar trupuleikar fyrst, áðrenn hann fortelur konuni um ótrúskapin. Soleiðis sigur Heri Jakobsen, um bræv frá manni, sum var konuni ótrúgvur fyri 14 árum síðani. Myndugleikin eigur at taka sær um reiggj, og gera meir fyri at loysa trupulleikan, heldur Beinta Karbech Hansen, sum er búsitandi á Skála. Jørgen Niclasen var hósdagin á fundi við Høgna Hoydal. Formaðurin í Fólkaflokkinum skal nú taka støðu til, um hansara flokkur skal halda fram við samráðingunum. Hendingin merkir framvegis fólkið í Íslandi, og roknað verður við, at eini 15.000 fólk fara at vera við til minnisgonguna, sum endar í miðbýnum í Reykjavík. Hann var upprunaliga í uppskoti til varalim, men eftir at fyrsta boð varð vrakað av Fíggjarmálaráðnum, gjørdi Kommunufelagið á fundi í gjár av, at Tummas Eliasen verður teirra tilmæli. Fíggjarmálaráðið hevði undan fundinum í gjár boðað Kommunufelagnum frá, at Tummas Eliasen, kommunustjóri í Klaksvík, lýkur lógarkrøvini um førleikar. Kommunufelagið hevur somuleiðis tilnevnt Jógvan Kruse, fíggjar og fyrisitingarleiðara í Sunda kommunu, at vera varalimur hjá Tummasi Eliasen í nevndini fyri Landsbankan. Sjey fólk eru í nevndini fyri Landsbankan. Tey eru Zvonko Mrdalo, Elisabeth Eldevig, Kristoffur Laksá, Ninna Herdis Danielsen, Edvard Heen, Jan Otto Holm og Tummas Eliasen. Maðurin, sum er um 20 ár, ætlaði sær norðureftir, tá bilurin, hann royndi at koyra, fór út av vegnum við Kjalnestanga í Kollafirði. Ein annar bilførari, sum koyrdi fram við, legði til merkis bilin, og boðaði løgregluni frá, sum av tilvild ikki var langt burturi í samband við ferðslukanningar. Løgreglan kundi skjótt staðfesta, at maðurin hevði drukkið meira enn gott er. Promillan var 1,5. Blóðroynd varð síðani tikin av manninum. Annars boðar løgreglan frá einum friðarligum vikuskifti, tó at nógv fólk hevur verið í býnum, sambært vakthavandi, John Martin Olsen. Síðsta hondin verður í løtuni lagt á eitt íbúðarøki á Strondum, har til samans 24 íbúðir til arbeiðsfólk í Eysturoyartunlinum skulu byggjast. Fólk og maskinur hava í eina tíð gjørt økið klárt til arbeiði byrjar í tunlinum, og nógv arbeiðsfólk koma at hava sína gongd í økinum. Økið, har arbeiðsfólkið skal sova og eta, hevur fingið sína egnu innkoyring, og fundamentini til tær 24 íbúðirnar eru klár, skrivar Sjóvar kommuna á heimasíðuni . Tá ið tunnilsverkætlanin er liðug, og arbeiðið verður riggað av aftur, skal økið latast aftur soleiðis sum Sjóvar kommuna vil hava tað, sigur kommunan. Nógva arbeiðið í samband við Eysturoyartunnilin fer at elva til eftirspurning og arbeiði hjá vinnulívinum í økinum, heldur Sjóvar kommuna. Nógvar maskinur, ið skulu brúkast til arbeiðið í Eysturoyartunlinum, koma um vikuskiftið á Skálafjørðin við Eystnesi hjá Smyril Line. Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur givið boð um, at fólk úr fleiri muslimskum londum, ikki sleppa til USA, tí tey kunnu hótta trygdina í landinum. Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur skrivað undir eini boð um, at fólk úr fleiri muslimskum londum, ikki sleppa til USA. Tað skriva fleiri tíðindastovur. Eg gevið boðini fyri at halda víðgongdar muslimar burtur úr USA. Bara tey, sum vilja USA tað besta, eru vælkomin til landið, sigur amerikanski forsetin. Skrivið er ikki almannakunngjørt enn, men eftir tí, sum fleiri miðlar hava fingið at vita, verður flóttafólkaætlanin hjá USA sett úr gildi, fyribils í fýra mánaðir. Forsetin ætlar haraftrat í óásetta tíð, at forða flóttafólkum úr Sýria at koma til landið, til hann heldur at tey ikki eru ein hóttan longur. Kortini fer USA at taka ímóti kristnum flóttafólkum úr Sýria, i flýggja úr landinum. Amerikanska skipanin fyri flóttafólk verður steðgað í 120 dagar, til nýggja umsitingin hevur gjørt ein nýggjan lista við londum. Samstundis hevur amerikanska verjumálaráðið, Pentagon, fingið boð um at tryggja økir í Sýria, ið sivilfólk kunnu kenna seg trygg í. Avgerðin hjá Trump hevur longu fingið avleiðingar. Fimm irakar og ein ríkisborgari úr Yemen, sum leygardagin skuldu við flogfari úr Kairo til USA, fingu boð um, at tey ikki sluppu við flogfarinum. Tey seks fólkini høvdu annars fingið innferðarloyvi til USA. Irakarnir vórðu ístaðin vístir til eitt annað flogfar, sum fór úr Kairo til Irak. Eisini fólk sum vóru á veg til USA við flogfari, tá boðini komu, sluppu heldur ikki í land í USA. New York Times skrivar, at tveir irakar ikki eru slopnir úr JFK floghavnini, eftir at verða komnir til USA. Annar av teimum hevur starvast fyri amerikansku myndugleikarnar í Irak í 10 ár. Teir hava saman við advokatunum stevnt USA fyri frælsistøku. Ítróttarsendingin hjá Kringvarpinum, 3 2, var á staðnum, tá Sverri Nielsen vann kappingina og í annaðkvøld verður innslag og samrøða við Sverra í sendingini. Í bólkinum gentur 13 ár vann Unnur Wenningsted á Tórgarði gull. Tíðini hjá henni var so mikið góð, at hon hevði vunnið silvur, um hon róð í dreingjabólkinum. Í bólkinum gentur 14 ár gekk eisini sera væl. Kristianna Skarpheðinsdóttir og Lea Tróndheim Johansen vunnu ávíkavist gull og silvur. Tá danir fylla sær innkeypsvognin kostar tað væl meira enn tað ger í hinum 27 ES londunum. Matvørur í Danmark eru tær dýrastu í ES. Tað er niðurstøðan í eini nýggjari uppgerð hjá Eurostat, hagtalsmyndugleikunum í Evropasamveldinum, skrivar danska blaðið, Søndagsavisen . Eitt innkeyp hjá dønum, ið kostar 1.000 krónur, kostar 715 krónur í Týsklandi. Pólland er bíligast, har kosta tær somu matvørurnar 433 krónur. Danir hava nógvan pening um hendi, og eru sinnaðir at gjalda meira fyri vørurnar, sigbur Peter Mølkjær, brúkaraserfrøðingur hjá fyritøkuni, Deloitte. Kappingin um krónurnar hjá donsku kundunum er ikki líka so sterk, sum hon er í hinum ES londunum, eru ábendingar um sambært Søndagsavisen. Jú lægri kappingin er, jú meira sannlíkt er, at vit gjalda meira enn gott er, sigur Louise Aggerstrøm Hansen, økonomur hjá Danske Bank. Ein skipan, sum Donald Trump ætlar at seta í gildi, ið skal forða fólki úr fleiri muslimskum londum í at koma til USA, elvir nú til øsing og ruðulleika. Tað hendir eftir at amerikanski forsetin fríggjadagin undirskrivaði eina løgfrøðiliga fyriskipan, sum ger, at USA kann nokta muslimum innferðarloyvi. Avgerðin um at nokta muslimum innferð í USA hevur síðstu tveir dagarnar elvt til ruðuleika og politiska øsing. Bæði í USA og ikki minst úti í heimi eisini. Ruðuleiki hevur um vikuskiftið valdað við landamørkini í USA. Tað hevur verið ógreitt, hvør skuldi sleppa inn í landið og hvør ikki skuldi sleppa eftir at bannið varð lýst. Bannið hevur eisini elvt til øsing úti í heimi. Fleiri altjóða politikarar og felagsskapir hava víst sína ónøgd við avgerðina um at banna muslimum atgongd í USA. ST hevur heitt á Donald Trump um at bjóða fólki, sum eru flýggjað undan kríggi og ræðuleikum, innivist í USA, tí skipanin er grundleggjandi fyri amerikansku búsetingarskipanina. Fleiri altjóða politikarar hava eisini víst sína ónøgd, og hava teir síðstu dagarnar talað at ætlanini hjá USA um at nokta muslimum atgongd til landið. Tað er ein partur av okkara ábyrgd at taka ímóti flóttafólkum, ið eru rýmd undan kríggi og ræðuleikum, sigur Jean Marc Ayrault uttanríkisráðharri í Fraklandi. Fleiri mótmælisgongur hava eisini verið um vikuskiftið, har uppøst fólk hava víst sína ónøgd við umstrídda bannið, sum Donald Trump hevur undirskrivað. Rakistovan hjá Heina Martini var sum eitt annað undirhús í Sørvági. Har komu fólk at tosa um dagsins mál. Korini vóru mangan smá, men spennandi var at telja pengarnar upp upp undir høgtíðir. Heina Martin ferðaðist um landið sum agentur fyri ymsum vørum, og eina tíð umboðaði hann norskar sildartunnur í Føroyum. Tá stóð stundum væl til. Hann hevði fyrsta stálband í Sørvági. Tordur fór fyrsta túr til skips við sluppini Henry Freemann til Íslands. Síðani fór hann á realskúla, og eftir lokið prógv fór Tordur aftur til skips við toftatrolaranum Havborgini. Teir fóru til Grønlands. Er tað longri og longri ímillum, at tú brúkar fastnettelefon, tá tú tosar í telefon Hyggja vit at hagtølunum, so skuldi svarið hjá tær verið ja. Talið á føroyingum, sum framvegis hava fastnettelefon við hús, er tað lægsta nakrantíð, so langt aftur tøl hjá Hagstovu Føroya røkka. Síðstu árini er talið minkað støðugt. Í 1990 høvdu 22.376 húski í Føroyum eina fastnettelefon við hús, í 2015 var talið komið niður á 16.292. Minkingin tey 25 árini var 27,2 prosentstig. Bara frá 2014 2015 vóru umleið 1.000 færri hústelefonir heima hjá fólki í Føroyum, vísa nýggjastu tølini hjá Hagstovuni. if undefined typeof window.datawrapper window.datawrapper window.datawrapper qa14I ,window.datawrapper qa14I .embedDeltas 100 733, 200 707, 300 681, 400 681, 500 681, 600 681, 700 681, 800 681, 900 681, 1000 681 ,window.datawrapper qa14I .iframe document.getElementById datawrapper chart qa14I ,window.datawrapper qa14I .iframe.style.height window.datawrapper qa14I .embedDeltas Math.min 1e3,Math.max 100 Math.floor window.datawrapper qa14I .iframe.offsetWidth 100 ,100 px ,window.addEventListener message ,function a if undefined typeof a.data datawrapper height for var b in a.data datawrapper height if qa14I b window.datawrapper qa14I .iframe.style.height a.data datawrapper height b px Føroyar úttflyta fyri umleiða hálva milliard til USA. Meginparturin av útflutninginum er virkaður laksur, tað vil siga flakaskorin laksur ella portiónir. Í farnu viku tóku tey 150 tons av laksi hjá Luna. Umleið 50 tons var flakaskorið og sent á amerikanska marknaðin. Luna er ikki einasta alifyritøkan, sum útflytir laks til Amerika. Tað ger Bakkafrost eisini. Men føroyskir alarar stúra nú fyri, hvat nýggja amerikanska stjórnin fer at finna uppá. Higartil hevur politikkurin hjá nýggja forsetanum verið sera protektionistiskur og tað er ikki góð tíðindi fyri føroysku alivinnuna. Sambært Atla Gregersen, stjóra í Luna, so stúra tey serliga fyri handilsforðingum á virkaðum laksi. Donald Trump forseti vil hava horvin størv aftur til USA, so fara handilsforðingar at raka lidnar vørur, meðan óvirkaðar vørur helst sleppa inn á amerikanska marknaðin til virkingar. Atli Gregersen væntar eisini, at protektionistiska rákið í USA kann ávirka prísin á laksi í øllum heiminum negativt. Tað, sum Trump ger í hesum døgum, ávirkar allan heimin. Hvussu víkir og vendir, so vilja handilsforðingar í USA merkja, at laksurin, sum fyrr varð seldur á amerikanska marknaðinum, ístaðin má seljast á øðrum marknaðum í øðrum londum. Veksir útboðið av laksi, so minkar prísurin, sigur Atli Gregersen. Hann undirstrikar, at vit enn ikki vita, hvat amerikanski forsetin kann finna uppá at gera. Tað positiva er, at føroyska alivinnan er von við, at marknaðir flyta og at vinnan millum lítla og onga ávirkan hevur á tær politisku broytingarnar, sum frá degi til dags kunnu steingja hurðar og lata aðrar hurðar upp. Tá Russland hertók Krimhálvoynna og ES valdi at seta handilstiltøk í verk móti Russlandi, lat tað eina hurð upp fyri føroyskum útflutningi til Russlands. Í dag er Russland nógv tað størsta útflutningslandið. Ein fjórðingur av samlaða útflutninginum fór til Russlands. Umleið helvtin av útflutninginum til Russlands er laksur. Restin er uppsjóvarfiskur. Eitt annað eldri dømi uppá, at tilvildin letur hurðar upp, er føroyski útflutningurin til Kina. Føroyskur útflutningur til Kina kom tí kinesar vóru súrir við norðmenn og tí ikki vildu hava norskan laks. Tá ið ES setti handilstiltøk í verk móti føroyska uppsjóvarvinnuni var heilt tætt við, at laksurin eisini varð raktur av flutningsbanninum gjøgnum ES. Politiska ósemjan hevði einki við laks at gera, men hevði havt óbótaligan skaða fyri alivinnuna. Tíbetur var ikki so. Sambært Atla Gregersen er amerikanski marknaðurin týdningarmikil og alivinnan fylgir í løtuni væl við í, hvat Donald Trump og nýggja amerikanska stjórnin hevur í kortunum. Vit kunnu ikki halda fram við at geva útlendskum fiskimonnum hýru við grønlendskum fiskiskipum. Kunngerðin um undantak at manna grønlendsk fiskiskip má strikast, sigur landsstýrismaðurin sambært Sermitsiaq. Sambært kunngerðini, kunnu yvirmenn umborð á skipi, sum er meira enn 24 metrar langt, verða í minst lagi 60 prosent av manningini, sum er skrásett at búgva í Grønlandi, og hava búð í Grønlandi seinastu tvey árini. Eg haldi, at fiskivinnan eigur at upplýsa um útbúgvingarmøguleikar innan fiskivinnuna, soleiðis at næmingar innan sjóvinnu kunnu mynstra umborð á grønlendsk fiskiskip eftir útbúgvingarlok, sigur Hans Enoksen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum í Grønlandi, sambært Sermitisaq. Tað upplýsir leiðarin fyri moskuni, sambært NRK. Vitni hava greitt frá, at tríggir menn brádliga fóru at skjóta frá hond í moskuni um átta tíðina í gjárkvøldið. Og meðan teir skutu, róptu teir Allahu Akbar. Leiðarin fyri moskuni, Mohamed Yangui, var ikki sjálvur í moskuni, tá skotið varð, men sigur, at fleiri ræðslusligin fólk, sum vóru savnað til aftanbøn, ringdu til hansara. Fimm persónar lótu lív í atsóknini, sigur Mohamed Yangui, men hetta talið er tó ikki váttað alment. Hann veit ikki, hvussu nógv eru særd, men at særd eru flutt á ymsik sjúkrahús í býnum. Talsmaður fyri løgregluna í Quebec váttar, at skottilburður hevur verið og at fólk hava latið lív. Hann sigur, at tveir persónar eru handtiknir, og at umleið 40 fólk vóru savnað í moskuni til aftanbøn. Kanadiski forsætisráðharrin, Justin Trudeau, skrivar á Twitter Kanadiarar syrgja tey, sum lótu lív í ómansliga álopinum á eina mosku. Hetta er yvirgangur, sum eg haldi er úrslit av demoniseringini av muslimum. Nú er nóg mikið. Orð hava avleiðingar, skrivar Greg Fergus, sum situr í landspartastjórnini í Quebec. Enn er ikki greitt, hví álopið varð framt, men seinastu árini hava alsamt fleiri islmofobar handlingar verið í landspartinum, skrivar tíðindastovan Reuters. Í 2013 var tað, sum hildið verður er grísablóð, smurt á eina mosku í landspartinum Saguenay, og í fjør summar varð høvdið av einum grísi lagt á trappuna hjá moskuni, har atsóknin sunnukvøldið varð framd. Løgmaður skal hitta Malcolm Bell og aðrar hetlendskar politikarar, og umboð fyri hetlendsku fiskivinnuna og aðrar áhugabólkar. Vitjanin í Hetlandi endar mikudagin. Malcolm Bell var í Føroyum í september í fjør. Tá vóru hann og Aksel V. Johannesen samdir um, at Føroyar og Hetland hava felags avbjóðingar, og tí kunnu londini læra hvørt av øðrum. Myndugleikarnir í Barcelona seta nú í verk avmarkingar fyri gistingarhúsini í býnum í eini roynd at avmarka vaksandi talið av ferðafólkum. Vaksandi ferðavinnan merkist í býnum við at tað er vorðið dýrari at keypa sær nakað at búgva í, og at lønin í tænastuvinnuni lækkar. Nýggj loyvi verða ikki givin longur til at byggja gistingarhús, og nýggj loyvi verða heldur ikki givin til at leiga út íbúðir til ferðafólk, hevur býráðið samtykt. Barcelona hevur 1,6 milliónir íbúgvar, og í fjør vitjaðu meira enn 30 milliónir ferðafólk heimsins mest vitjaða bý. Og tað merkja borgarar í Barcelona. Í fjør summar sendu íbúgvar inn meira enn 100.000 klagur, og tað er met. Tey kæra sína neyð um ferðafólk, sum eru til ampa fyri íbúgvarnar. Í kanning, sum varð gjørd í oktober í fjør, søgdu íbúgvarnir, at størsti trupulleikin í býnum er ferðavinnan, og næst størsti trupulleikin í býnum er arbeiðsloysi. Í løtuni eru dýrastu húsaleigurnar í Spania í Barcelona, og tað noyðir fólk at flyta úr býnum. Ferðafólk leiga íbúðirnar, og tey vilja rinda meira í leigu. Av teimum 32 milliónum ferðafólkunum, sum vitjaðu í Barcelona í fjør, vitjaðu flestu teirra bara í ein dag. Bara átta milliónir lógu nátt, sigur talsmaður fyri gistingarhúsfelagið í býnum. Í nýggju grindakunngerðini, sum kom í gildi leygardagin, er Skálabotnur fyribils góðkendur sum hvalvág. 23 hvalvágir eru í nýggju kunngerðini. Harafturat eru tríggjar, sum hava fyribils góðkenning. Tær eru millum Flesjar og Hellisenda á Borðoyavík, á sandinum í Skálabotni og á Lygnnesi í Kollafirði. Tórshavnar býráð hevur samtykt at víkja frá serstøku byggisamtyktini fyri Hvítanes, so tey, sum hava lænt partafelagnum Eysturoyar og Sandoyartunlum pengar, kunnu fáa veð í tunnilsmunnanum við Hvítanes sum trygd fyri lánunum. Hetta verður gjørt við at býta 4.357 fermetrar frá matriklinum, har tunnilsmunnin verður. Tá undirsjóvartunlar eru gjørdir í Føroyum, hevur tunnilsmunnin verið frámatrikuleraður og lánsveitar havt pant í hesum matrikli. Gerandisdagurin verður brúktur at vitja starvsfólkini, har tey eru virkin, heldur enn at sita á egnari skrivstovu og bíða eftir teimum. Fólk á Skála varnaðust oljublettin, og boðaðu frá, skrivar portal.fo. Vakthavandi á MRCC støðini sigur, at ikki er greitt, hvaðani oljan stavar, men tað verður kannað í dag. Leiðarin fyri sløkkiliðnum á vestara armi á Skálafjørðinum, Wilhelm Magnus Olsen, sigur við útvarpið, at teir hava ikki verið førir fyri at kanna oljulekan fyrr enn í dag. Hesum mælir Arbeiðsgevarafelagið staðiliga frá. Sambært viðmerkingunum um lógarbroytingina eru avleiðingarnar fyri vinnuna lítlar ella ongar. Tað heldur Arbeiðsgevarafelagið vera at gera alt ov nógv av. Felagið sigur, at ikki verður nevnt eitt orð um eyka útreiðslur hjá arbeiðsgevarum, um kravið um læknaváttan fyrstu vikuna verður strikað. Talan er, sambært uppskotinum, um bagatellmark. Í okkara eygum, siga arbeiðsgevararnir í hoyringarsvarinum, er tað beinleiðis forhánisligt at kalla hetta bagatell. Tað er lítið at ivast í, at linari krav um læknaváttan fer at økja fráboðanirnar til dagpengaskipanina. Og tað fer at hava við sær størri útreiðslur hjá arbeiðsgevarum. Føroya arbeiðsgevarafelag sigur, at tað eigur altíð at vera krav fyri at fáa dagpening, at lækni hevur váttað, at umsøkjarin er sjúkur. Arbeiðsgevarar rinda fólki dagpeningin fyrsta og annan dagin, tey eru sjúk. 18. november 2016 var at lesa, at Sjúrður Skaale hevur gjørt avtalu við donsku stjórnina um fíggjarligan stuðul, so Gamla Hospital skal gerast liðugt. Ætlanin er at nýta tað til heilsusavn. Gamla hospital er eitt av Føroya virðismestu fornminnum. Søgan um Gamla hospital er áhugaverd. Tórshavnar Skipasmiðja keypti bygningin í 1975, og ætlaði um aldarskiftið at taka hann niður, tí økið skuldi nýtast til annað virksemi, men ein áhugabólkur varð settur a stovn. Sjálvsognarstovnurin Gamla Hospital var settur á stovn fyri at varðveita hospitalið og vónandi fáa tað gjørt til eitt savn. Mortan Winther Poulsen er hann, sum vegna stovnin, tekur sær av byggingini. Í kvøld fara vit millum annað at hoyra Dizzy Accordion, Novelty Fox, við Ottar Johansen og Slængpolska Fr n Malung, við Sjúrða Strøm. Lagt til rættis Hanna og Terji Jakobsen. Neyðugt er at seta tiltøk í verk móti plastik dálking í Norðuratlantshavi. Tað er niðurstøðan á fyrsta fundi í ár hjá Norðurlandaráðnum. Uppskot um hetta er í løtuni til viðgerðar í nevndum í Norðurlandaráðnum. Hoyr samrøðuna við Jenis av Rana, sum umboðar Føroyar í Norðurlandaráðnum. Í sendingini hoyra vit saksofonkvartett eftir Eug ne Bozza og Jean Franzaix, Verk fri trombone, trompet og klaver eftir Joseph Turrin og verk fyri trombone og saksofon eftir Inez McComas. Lagt til rættis Ólavur Olsen. Hetta er fimti dagurin, Føroya rættur brúkar upp á málið. Rættarfundurin byrjaði klokkan níggju í morgun og helt fram til klokkan 11 30. Rættarfundurin verður uppafturtikin klokkan 12.30. Tá er dokumentatión á skránni, umframt avhoyringar um persónligu viðurskiftini hjá kommunulæknanum. Dagurin í morgin er eisini settur av til málið í Føroya rætti tó er einki á skrá. Hetta er gjørt, tí málið er so umfatandi, at tíðarætlanin møguliga ikki helt. Dómurin fellur væntandi eina viku eftir tað, tað vil siga umleið hálvan februar og kommunulæknin, hann noktar seg sekan í øllum ákærum. Men í eftirkanningini av tilboðunum varð staðfest, at lægsta boðið frá Skipasmiðjuni SIMEK í Noregi ikki leyk spesifikasjónskrøvini. Samráðingarnar við MEST eru treytaðar av, at Løgtingið er sinnað at hækka játtanina í verklagslógini úr teimum upprunaligu 215 milliónir krónur. Tilboðið frá MEST var 264,1 milliónir krónur Málið hevur verið á landsstýrisfundi, og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur fingið undirtøku fyri at bera uppskot í Løgtingið um at hækka játtanina í verklagslógini. John Johannesen, formaður í felagnum sigur, at fyrstu húsini kunnu standa klár umleið eitt ár eftir, at stykkið er góðkent. Ætlanin er at byggja einar 50 íbúðir og longu nú hava fleiri enn 200 fólk teknað seg til. Felagið hevur enn ikki tikið støðu til, hvussu tey skulu gera av, hvør skal sleppa at keypa. Tað ber til at gera av við ridluskriða hjá seyði við aling við at geva honum serligar ílegur. Men vandin er, at samstundis verða góðir eginleikar hjá seyðinum fyribeindir. Tí verður bara mælt til at styrkja mótstøðuførið hjá seyði í oyggjum, har ridluskriði er. Tað ber til at ala seg burtur úr ridluskriða við at geva seyðinum ílegur, sum gera hann mótstøðuføran. Men enn er óvist, um aðrir og meira gagnligir eginleikar møguliga hanga uppi við ílegunum, sum talan kann vera um at ala burtur í stríðnum móti ridluskriða. Ein miðvís aling eftir bara einum eginleika kann vera óheppin. Vit vita, at til ber at ala ridluskriða burtur við at velja rætta ílegusamanseting. Men vit vita ov lítið um, hvørt vit ótilvitað samstundis ala onkran gagnligan eginleika burtur. Landsdjóralæknin og Búnaðarstovan eru samd um at ráða til, at í teimum oyggjum, har ridluskriði er staðfestur, verða bara brúktir brundar við hægsta mótstøðuføri móti ridluskriða. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur svarað einum fyrispurningi frá Birni Kalsø, løgtingsmanni. Fiskimálaráðið, Landsdjóralæknin og Búnaðarstovan høvdu fund um ridluskriða í januar. Partarnir eru samdir um, at týdningarmikið er at fáa eitt neyvari yvirlit yvir veruligu smittustøðuna í seyðastovninum, tí seyður kann saktans vera smittaður uttan at vísa sjúkutekin. Tá skal greiða vera fingin á kanningarhættum, og hvussu nógv teir kosta. Tá hetta er greitt, verður ein endalig ætlan løgd og avgjørt verður, hvussu játtanin í ár skal brúkast. Skal fullgott gagn fáast úr játtanini fyri 2017 er alneyðugt, at hildið verður fram í nøkur ár afturat, til dømis í sjey ár, sum vanliga er roknað sum avdeyðaaldur hjá seyði, stendur í svarinum hjá landsstýrismanninum í landbúnaðarmálum. Maskinurnar, sum skulu bora Eysturoyartunnilin, komu um vikuskiftið á Skálafjørðin, har tær nú bíða til fyrsta skotið verður latið av. Vit hoyra útvarpsleikin Klintrimús og hini dýrini í Valbakkaskóginum. Thorbjørn Egner skrivaði og Eyðun Johannesen týddi til føroyskt. Eyðun Johannesen er frásøgufólk. Tey leikandi eru Elin K. Mouritsen, Rólant Samuelsen, Margretha Næss, Óli Kurt Hansen, Olver Næss, Herman Jacobsen, Árni Joensen, Rosa á Rógvu Joensen, Erling Johannesen, Anna Olsen, Elinbjørg Højgaard, Gulla Øregaard, Gunnvør Jensen og Petur Pauli Poulsen. Tað skal ikki longur eita siðamisbrot, men kynslig brotsverk. Hesin parturin av revsilógini er týddur til føroyskt, og ásetingarnar, sum eru eisini dagførdar, verða nú viðgjørdar í løgtinginum. Ein serritgerð, har allir dómarnir í Føroya rætti um misnýtslu av børnum frá 2000 2014 eru kannaðir, vísir, at av 57 málum vóru bara teknisk prógv í tí eina. Løgmansskrivstovan sigur, at hetta vísir, at krøvini um prógv eru linari í hesum slagi av málum, sammett við onnur, og tí vil løgmaður ikki leingja fyrningarfreistirnar enn meira ella taka tær heilt burtur, sum summi annars hava mælt til. Bjørk Maria Kunoy, løgfrøðingur, sum hevur gjørt serritgerðina, sigur, at vit mugu ansa eftir rættartrygdini, tá so at siga bara vitnisfrágreiðingar eru til taks í málunum. Russland er í miðdeplinum í nýggjastu vágametingini hjá Fregnartænastuni hjá verjuni í Danmark, og hetta fær ávirkan á verjupolitikkin hjá stjórnini. Samstundis hevur nýggi amerikanski forsetin sagt, at hann heldur NATO vera avoldað og ov dýrt fyri USA. Londini við Eystrasalt eru mitt í spenninginum millum Russland, sum dubbar eystanfyri, og NATO, sum dubbar vestanfyri. Jóannes Martin Hansen, stjóri í Plunges Saltis í Litava, har 250 fólk starvast, sigur, at russiska ávirkanin merkist væl í landinum, bæði tí NATO dubbar hernaðarliga, og tí russarar verða lagdir undir at hava stóra ávirkan á stjórnina í Litava. Vit hoyra útvarpsleikin Klintrimús og hini dýrini í Valbakkaskóginum. Thorbjørn Egner skrivaði og Eyðun Johannesen týddi til føroyskt. Eyðun Johannesen er frásøgufólk. Tey leikandi eru Elin K. Mouritsen, Rólant Samuelsen, Margretha Næss, Óli Kurt Hansen, Olver Næss, Herman Jacobsen, Árni Joensen, Rosa á Rógvu Joensen, Erling Johannesen, Anna Olsen, Elinbjørg Højgaard, Gulla Øregaard, Gunnvør Jensen og Petur Pauli Poulsen. Tilboðið frá Mest er slakar 265 milliónir krónur , men játtanin er bara 215 milliónir krónur , og tí fer landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum at biðja løgtingið um at hækka játtanina í verklagslógini. Tað er mong ár, síðani eitt stórt skip varð smíðað í Føroyum, og fær Mest sáttmálan um havrannsóknarskipið, fær tað stóran týdning fyri føroyskt skipasmíð. Eftir áheitan frá fólki í Kaldbak fer Yvirfriðingarnevndin nú at taka málið um at útbyggja vinnuøkið á Sundi til viðgerðar av nýggjum. Tummas Lervig, býráðslimur hjá Javnaðarflokkinum í Klaksvík, er ímóti, at borgarstjórin, Jógvan Skorheim, eisini kann vera løgtingsmaður. Politiið fekk í gjármorgunin at vita frá einum manni, at hann helt seg hava sæð okkurt, sum helst var ein bilur, søkka einar hálvthundrað metrar úr bryggjuni í Miðvági sunnumorgunin. Bjargingarbáturin Sverri og kavarar vórðu sendir at leita, og í gjárkvøldið varð bilurin tikin upp á turt. Hann verður nú turkaður, og síðani fer politiið at kanna bilin. Sambært politinum er eingin ábending um, at nakar var í bilinum, tá hann fór á sjógv. Politiið fekk fráboðan á middegi sunnudagin um bilin, sum var horvin úr Vesturbýnum í Havn. Vit hoyra útvarpsleikin Klintrimús og hini dýrini í Valbakkaskóginum. Thorbjørn Egner skrivaði og Eyðun Johannesen týddi til føroyskt. Eyðun Johannesen er frásøgufólk. Tey leikandi eru Elin K. Mouritsen, Rólant Samuelsen, Margretha Næss, Óli Kurt Hansen, Olver Næss, Herman Jacobsen, Árni Joensen, Rosa á Rógvu Joensen, Erling Johannesen, Anna Olsen, Elinbjørg Højgaard, Gulla Øregaard, Gunnvør Jensen og Petur Pauli Poulsen. Vit hoyra útvarpsleikin Klintrimús og hini dýrini í Valbakkaskóginum. Thorbjørn Egner skrivaði og Eyðun Johannesen týddi til føroyskt. Eyðun Johannesen er frásøgufólk. Tey leikandi eru Elin K. Mouritsen, Rólant Samuelsen, Margretha Næss, Óli Kurt Hansen, Olver Næss, Herman Jacobsen, Árni Joensen, Rosa á Rógvu Joensen, Erling Johannesen, Anna Olsen, Elinbjørg Højgaard, Gulla Øregaard, Gunnvør Jensen og Petur Pauli Poulsen. Heilsufrøðiliga Starvsstovan boðar frá, at tvey sløg av frystum jarðberum verða afturkallaði, tí Roskildesjúku virus er staðfest í sýnum av berunum. Sjúkutekin eru spýggja, kvalmi og leyst lív. Sjúkutekin vísa seg vanliga 1 2 samdøgur eftir, at tú ert smittaður og vara vanliga í 1 3 samdøgur. men sambært talsmanni fyri kanadisku løgregluna koma helst fleiri skuldsetingar afturat millum annað um yvirgang, skrivar AFP tíðindastovan. Stutt eftir hendingina sunnukvøldið, handtók løgreglan tveir menn. Løgreglan upplýsir, at annar maðurin var hildin aftur sum vitni, meðan hin er undir illgruna. Tá freistin at tekna seg til ársins Stella Polaris tónleikakapping var úti, høvdu 61 ung úr øllum landinum teknað seg til kappingina, nøkur fullu tó frá, so at enda vóru 58 eftir. Dómaranevndin Dómsnevndarforkvinna er norska Tine Thing Helseth, sum er víðagitin og virdur trompetleikari. Umboð fyri tónleikagreinina í breiðari merking er konsertmeistarin í íslendska symfoniorkestrinum Sigrún Eðvaldsdóttir. Umboð fyri Føroya Symfoniorkestur er dirigenturin Bernharður Wilkinson, umboð fyri Tórshavnar Musikkskúla er urguleikarin Gudmundur Mortensen og Elspa Samuelsen er umboð fyri áhoyrararnar. Hitapumpur skulu nú undir somu treytir sum jarðhitaskipanir. Lógin um jarðhita skal eisini galda fyri hitapumpur. Tað er kjarnin í lógarbroytingum, sum Innlendismálaráðið hevur orðað og sent til hoyringar. Nú verður eisini kravt, at tey, sum seta upp hitapumpur, hava løggilding, at tey eru góðkend at gera slíkt arbeiði. Fyri at fáa slíka góðkenning krevst skeið, sum varar nakrar dagar. Gott er at vita, hvussu hús og bygningar eru hitað, tí hagtøl skulu vera um upphiting, stendur í viðmerkingunum um lógaruppskotið. Sambært orkupolitikki landsstýrisins skal í minsta lagi helvtin av sethúsum og bygningum verða hitað við varandi orkukeldum í 2025. Og nýggju reglurnar skula takast í álvara, tí tey, sum sambært galdandi lóg fáa sekt fyri at bróta lógina um jarðhita, fáa nú eisini sekt, bróta tey lógina um hitapumpur. Bæði Vinnumálaráðið og danska Trafik , Bolig og Byggestyrelsen hava viðgjørt umsóknina frá Logan Air, og felagið hevur nú fingið loyvi at flúgva millum Vágar og Aberdeen. Tað váttar Vinnumálaráðið í dag. Hetta gevur skotska flogfelagnum loyvi at flúgva millum Føroyar og Skotland hvønn fríggjadag og sunnudag í summarhálvuni frá 28. mei til 31. august. Umsóknin hjá SAS verður væntandi liðugt avgreidd í næstum, og so verður eitt tilmæli sent til danska Trafik , Bolig og Byggestyrelsen at taka endaliga støðu, siga tey á Uttanríkis og Vinnumálaráðnum. Á Pálsmessu koma súla og lunda til landi. Noomi Gregersen er mýlislívfrøðingur og starvast í dag sum granskari á Ílegusavninum í Havn. Hon var íðin rennari, men hevði í longri tíð havt ilt í mjødnini. Fyri trimum árum síðani fór hon til lækna og kanning staðfesti at hon hevði krabbamein og at beinið skuldi takast. Og vísindakvinnan, sum kennir og dugir at lesa lívsins byggisteinar, hevur eisini fult álit á Harranum, sum hon kennir, ber við henni. 25 umsóknir eru komnar til nýggja starvið sum tilbúgvingarsamskipari. Starvið er í Fiskimálaráðnum, sum eisini fevnir um tilbúgvingarmál. Samskiparin skal, vegna landsstýrismannin í tilbúgvingarmálum, tryggja samvirkandi tilbúgving fyri alt landið og veita myndugleikum, kommunum og fyritøkum ráðgeving. Millum høvuðsuppgávurnar hjá samskiparanum er eisini at tryggja, at lýsing av allari tilbúgvingini altíð er tøk, ment og dagførd, og harafturat skal samskiparin gera greiningar av ábyrdarbýtinum millum ymsu partarnar. Í lýsingini sigur Fiskimálaráðið seg vilja hava ein persón, sum umframt viðkomandi útbúgving og starvsroyndir eisini hevur góð evni at síggja virkisøkið í síni heild, samstundis sum viðkomandi hevur evni at fara í smálutir, tá ávísar arbeiðsuppgávur krevja tað. Einki er at gera í Løgtinginum eftir jól, tí eingi mál eru til viðgerðar. Men seinasta framløgudagin kemur ein rúgva av uppskotum fyri tingið og í ár er eisini boðað frá fleiri aðalorðaskiftum. Í kjakinum eftir Dag og Viku í kvøld fara Páll á Reynatúgvu og Kaj Leo Holm Johannesen at skifta orð um, hví so fáir tingfundir eru. Leikurin Elektra snýr seg um Pelops ættina, ið er ein høgt vird familja í tátíðar grikska samfelagnum. Pápi Elektru, Agamemnon, varð myrdur av konu síni, eftir at hann sjálvur drap ta einu dóttrina, Ifigeneia. Hetta morðið fær søguna um Elektru at kykna. Hvat er rætt at gera Skal Elektra stuðla móðurini, ella skal pápin hevnast Tráanin eftir rættvísi ber søgugongdina, og ein sær, hvørjar myrku síður sorgin fær úr okkum Tað er tað, sum vísir, hvat ein sonn tragedia er. Kannað verður millum annað, um ójavna tilgongdin av toski er tengd at nøgdini av djóraæti, sum rekur inn á landgrunnin. Úrslitini kunnu brúkast, tá framtíðar stovnsmetingar skulu gerast, sigur Helga Bára Mohr Vang, lívfrøðingur á Havstovuni. Fiskimálaráðið hevur játtað 360 túsund krónur til verkætlanina. Talgilda undanroyndin, sum allir næmingar í 4. og 6. flokki skuldu til í morgun, er útsett. Orsøkin er, at ein servari gekk fyri, sigur Regin Marnersson, stjóri á Námi. Tað er vanligt, at tá vit opna postkassan, so liggja eini 100 lýsingabløð har. Okkurt er frá Á, og okkurt er frá SMS og so framvegis. Vit hyggja í bløðini eina ella tvær ferðir, og síðani koyra vit tað burtur, og av tí sama oyðsla vit nógv óneyðugt pappír. Ringrás hevur nú gjørt ein stuttfilm um, hvussu nógv oyðsl júst hetta ber við sær, og hvussu POSTA kann hjálpa tær at loysa trupulleikar. Far inná Bera.fo og síggj, hvussu smart tað er Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í Almannamálum heldur forsorgarlógina vera ótíðarhóskandi. Tí hevur hon umbiðið eitt álit um broytingar, sum skulu betra um rættartrygdina hjá borgarum, ið bera brek. Nú er álitið klárt tað sæst umvegis leinkjuna her , og tað leggur millum annað upp til ein borgaraportal og ráðgeving til familjur og avvarðandi hjá teimum, ið bera brek. Løgtingið hevði 77 fundir seinastu tingsetu, og tað er tað lægsta í nógv ár. Men hví eru so fáir løgtingsfundir, og ber til at broyta arbeiðsumstøðurnar, so løgtingsfólk kunnu gerast produktivari Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, og Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður, fara at skifta orð í kjakinum í sjónvarpinum í kvøld. Vertur er Beinta Løwe. Forsorgarlógin er eitt gamalt klútateppi, og tørvur er á einari nýggjari lóg, sum tryggjar borgarum við breki ella avbjóðingum grundleggjandi rættindi. Borgarar, sum eru millum 18 og 67 ár, og sum nú rinda í mesta lagi 2.060 krónur í egingjaldi um árið, fara sambært broytingini at gjalda 96 krónur meira, ella 2.156 krónur um árið. Tey, sum eru 67 ár og eldri, og sum í løtuni rinda 1.317 krónur um árið, fara eftir broytingina at gjalda 164 krónur meir í egingjaldi um árið, ella tilsamans 1.481 krónur. Á fíggjarlógini í ár er játtanin til heilsutrygdarveitingar skerd hálva aðru millión krónur, og tí er neyðugt at tillaga útreiðslurnar, sigur Heilsu og innlendismálaráðið. Sagt verður í viðmerkingunum til uppskotið, at sparingarnar í tilskotinum til heilivág skulu raka tey, sum í dag rinda mest í egingjaldi, lutfalsliga minst. Meiri enn 40 filmar eru á skránni á fyrsta TÓFF filmsfestivalinum, tríggir útlendskir filmsleikstjórar vitja, fyrilestrar verða um norðurlendskan film, serlig tiltøk verða fyri børn og eisini er ætlanin at bjóða verkstovur. Kostískoytið er selt í plastíløtum, sum taka 250 gramm, og innihaldsyvirlitið á plastílatinum avdúkar, um vandamikla evnið 1,3 DMAA er í. Dystirnir í kvøld eru hesir H71 2 H71 kl.20.00 í Hoyvíkshøllini KÍF Neistin kl.20.00 í høllini í Kollafirði VÍF StÍF kl.20.00 í høllini í Vestmanna H71 hevur sum einasta felag tvey lið í steypakappingini, og í kvøld hittast bæði liðini hjá hoyvíkingum í síðsta umfari av bólkaspælinum. Hin dysturin í bólki 1 dysturin millum KÍF og Neistan hevur tí avgerandi týdning fyri tey bæði liðini, sum við sigri í kvøld kunnu tryggja sær hitt plássið í hálvfinalunum. Í bólki 2 hava VÍF og STÍF longu tryggjað sær pláss í hálvfinalunum. Bæði liðini hava vunnið báðar sínar fyrstu dystir í bólkaspælinum, so dysturin teirra millum í kvøld ger av, hvør endar á fyrsta og øðrum plássi í bólkinum. Hini bæði liðini í bólki 2, Kyndil og Team Klaksvík, eru liðug í steypakappingini fyri í ár. Mortan Johannesen, formaður í Suðurstreymoyar Útróðarfelag og útróðrarmaður, er harmur um støðuna hjá útróðrarflotanum. Tað tykist sum politiska skipanin einki vil hava við útróður at gera, sigur hann. Petur Mittún er 44 ára gamal og føddur og uppvaksin í Havn. Hann hevur íðkað ítrótt á høgum støði, eins og hann hevur virkað sum venjari, og seinastu tíðina hevur hann eisini virkað sum hondbóltsmennari hjá Hondbóltsambandi Føroya. Petur Mittún hevur áður starvast sum leiðari bæði innan tað privata og tað almenna, eins og hann hevur verið leiðari innan ítrótt. Starvið sum aðalskrivari í Ítróttasambandi Føroya er nýtt og er týðandi partur av ætlanini um at umskipa og menna leiðslubygnaðin í ÍSF. Aðalskrivarin fer at hava dagligu leiðsluna av ÍSF og standa á odda fyri dagligu umsitingini. Í sambandi við starvssetanina verður móttøka í ÍSF húsinum mikudagin 1. mars kl. 15 00. Felagið endaði á fimta plássi í landskappingini í fjør, og í staðin fyri bara at minnast gyltar gamlar dagar, ætlar Kaj Leo taka kappingina upp aftur við hitt havnafelagið B36, sum seinnu árini hevur havt munandi betri úrslit enn HB. Endamálið við Filmshúsinum er at menna føroyska filmsvinnu og Føroyar sum filmsland, umframt at vera savnandi depil og birta upp undir film sum vinnu. Tað skal marknaðarføra føroyskan film uttanlands, marknaðarføra Føroyar sum filmsland, vera ráðgevi í sambandi við filmsgerð, og hækka førleikastigið í filmsgerðini í Føroyum. Veljast skal stýri við trimum fólkum. Landsstýrisfólkini í ávikavist vinnumálum og mentamálum og Felagið føroysk filmsfólk velja fólk í stýrið. Hóast heitið er Filmshús er ikki ætlanin at byggja eitt filmshús. Ein skrivstova verður í fyrsta umfari leigað til leiðaran og atgongd til fundarhøli, og miðað verður eftir, at Filmshúsið og filmsverkstaðurin Klippfisk seinni vera í somu hølum. Upplýst verður í viðmerkingunum um lógaruppskotið um Filmshúsið, at lógaruppskot kemur í vár um, at ein fjórðingur av tí, sum filmur og sendirøðir kosta at gera í Føroyum, verður latin í studningi úr landskassanum. Tá ið Sjúrður Skaale almannakunngjørdi trúnaðarupplýsingar í bókini 2000 tá Føroyar skuldu loysa var tað brot á lógina um tagnarskyldu, og tað er revsivert, sambært advokatunum. Sjúrður Skaale sjálvur viðurkennir, at hann hevur brotið tagnarskylduna, men hann er samstundis sannførdur um, at hann ikki hevði tapt fyri einum dómstóli, um málið skuldi komið hartil. Kaldbaksfólk hava frá byrjan mótmælt ætlanini um, at grót úr Eysturoyartunlinum skal leggjast við Sund og brúkast til útbygging av ídnaðarøkinum har. Í fyrstu atløgu fingu tey ikki viðhald í Yvirfriðingarnevndini, men kaldbaksfólk hava víst á náttúrufriðingarlógina, sum sigur, at øki kunnu friðast, tá tey bera av í vakurleika, liggja væl fyri ella hava sereyðkenni í landslagnum, í plantugróðri ella djóralívi. Yvirfriðingarnevndin metir hetta vera nýggjar upplýsingar í málinum, og á fundi í gjár samtykti nevndin at spyrja Tórshavnar kommunu, hvat hon heldur um tað at friða nakrar hundrað metrar á Sundi. At skipa landsliðsvenjingar og luttøkuna á oyggjaleikunum kann vera við til at menna kurvabóltin sum ítróttagrein, og vit fara sjálvandi at royna at gera tað betri enn seinast, sigur John Norðbúð Thomsen. Hann og Pól Jakobsen eru fyrstu landsliðsvenjararnir í kurvabólti nakrantíð, og høvuðsuppgávan hjá teimum verður at fyrireika landsliðið til oyggjaleikirnar í summar. Báðir vóru við frá byrjan, tá ið Føroya elsta kurvabóltslfelag, Hamar varð stovnað í 1996. Tí vita teir tað, ið vert er at vita um føroyskan kurvabólt og føroyskar kurvabóltsleikarar uttanlands. Komandi tíðina fara venjararnir at rigga til úttøkuna av oyggjaleikalandsliðnum, og John Norðbúð Thomsen væntar, at fleiri nýggir leikarar vera at síggja í Jersey. Nýggir spælarar eru komnir til, síðan Jersey og so eru eisini fleiri føroyingar, sum spæla kurvabólt á høgum stigi uttanlands, so spælaratilfeingið er munandi størri enn seinast, sigur John Norðbúð Thomsen. Uppgávan hjá landsliðsvenjarunum verður fyrst og fremst at fyriskipa fyrireikingar, úttøku og luttøku á Oyggjaleikunum í Gotlandi í summar. Føroyar vóru á fyrsta sinni umboðaðar í kurvabólti á leikunum í Jersey í 2015. Tá var føroyska liðið fyri tapi í hvørjum dysti, og John Norðbúð Thomsen sigur, at málið hesaferð sjálvandi verður at betra um føroyska spælið og úrslitið. Meira um kurvabólt verður eisini at hoyra í Sparta eftir tíðindini kl.16 í morgin. Sendingin fer tá at snúgva seg um, hvussu kurvabóltur hevur tikið dik á seg sum ítróttagrein í Føroyum. Nýggja grindakunngerðin skal verja hvalvágir frá órógvi úr luftini, eitt nú dronum og tyrlum. Eisini stendur í nýggju grindakunngerðini, at fyribils hvalvágir eru fyribils, so leingi, tær ikki eru royndar. Fyribils hvalvágirnar eru millum Flesjar og Hellisenda á Borðoyavík, á sandinum í Skálabotni og á Lygnnesi í Kollafirði. Tá grind er hildin til har, verður ein eftirmeting gjørd fyri at fáa staðfest, um hvalvágin er egnað, og fyribils loyvið kann gerast eitt varandi loyvi. Ungdómurin í teimum smærru bygdunum í kommununi kemur til Upernavíkar at ganga í skúla og so fylgir familjan við, og ofta venda tey ikki heimaftur til bygdina. Summi flyta longur suður, og tí eru tær smærru bygdirnar í stórum vanda fyri at verða avtoftaðar. Framvegis eru tað nógv fólk í Upernavik, ið ikki duga ella skilja danskt. Hetta er ein stórur trupulleiki, tí flestu bøkurnar í skúlanum eru á donskum. Tey, sum eru við í sendingini hesaferð, eru Dorte Johansen, William Smith, Jón Dahl Jacobsen, Malan Dahl Jacobsen, Jan Erik Andersen og Agnethe Andersen. Tað er ongin loyna, at knotur hava verið í samstarvinum millum sersambondini í Ítróttasambandinum. Nýggi aðalskrivarin sigur tað vera týdningamikið, at allar meiningar verða hoyrdar, og so vil hann menna samstarvið millum ymsu ítróttagreinarnar. Mánakvøldið boðaði trolbáturin Búgvin frá, at teir høvdu fingið trolið um skrúvuna. Teir vóru staddir á Skeivbanka, har teir trola eftir havtasku. Brimil kom til Búgvan um tveytíðina týsnáttina og sleipaði hann til Vestmanna, hagar skipini komu klokkan ellivu fyrrapartin í gjár. Brimil var hjá Norðheimi longu klokkan sjey og sleipaði hann til Oyrar, hagar skipini komu klokkan tíggju bert fimm tímar eftir, at Norðheim bað um hjálp. Norðheim dreggjar eftir skeljum eystan fyri Føroyar. Búnaðarstovan skrivar, at talan er um góða, føroyska ull, ið er flokkað í 2 flokkar eftir dygd 1. flokkur er ull, sum er skild í 6 ymiskar náttúrulitir og 2. flokkur er litblandað ull. Ullin í 1. flokki er skild og góðskumett eftir gomlum siði til at vera av bestu dygd. Ullin í 2. flokki er skild frá, serliga tí at hon er nakað tøvd, ella at nakað av mosa bosi er í henni. Ullin er samfingin og ikki vaskað, men er natúrliga rein og nosslig. Turra ullin er pakkað í stórballir, sum viga millum umleið 140 170 kilo hvør. Evsta mark at bjóða upp á ullina er 8. februar. Og 14. februar verða boðini latin upp á Búnaðarstovuni. Tú kanst lesa meira um søluna á heimasíðuni hjá Búnaðarstovuni. Dystarval var bara í Sandoyar Sýslu, og tá liðugt var at telja upp, hevði Tummas Frank Joensen, sum hevur umboðað sýsluna seinasta valskeiðið, fingið 19 atkvøður og avbjóðarin Sniálvur Røvilsberg somuleiðis 19 atkvøður. Tí mátti advokatur boðsendast at taka støðu, og hann gjørdi av, at atkvøðan skuldi teljast við. Henda atkvøðan var til Sniálv Røvilsberg, sum sostatt vann við 20 atkvøðum ímóti 19. Tá ein atkvøða ikki er útfylt júst eftir forskriftunum, verður kannað um nakar ivi er um, hvønn ella hvat viðkomandi hevur ætlað at atkvøtt fyri. Er ongin ivi um tað, eigur atkvøðan at telja við, og tað var hesa niðurstøðu, sum advokaturin kom til eftir at hava eftirkannað valúrslitið, skrivar Fiskimannafelagið. Hann er valdur uttan mótvalevni í Vága Sýslu, har Andrias Berglíð, ið umboðaði sýsluna fleiri valskeið, ikki stillaði uppaftur, skrivar Fiskimannafelagið. Sjóhitamátarin, sum hann nú fer undir at menna er samstundis liður í eini aðrari menningarætlan, har hann ætlar at seta kamera á mátaran, so at til ber at síggja havbotnin. Hugskotið eigur fyritøkan Garbagie, saman við umsitingini í Tórshavnar Kommunu, sum ynskir ein grønari profil og sum hevur ásannað, at hon ikki hevur nóg nógvar ruskspannir og ei heldur nóg nógva orku at viðlíkahalda og tøma tær. Toymið handan Smápartafelagnum Garbagie, ið verður skrásett í Havn, telur seks fólk, sambært lýsingartilfarinum, sum Kringvarpið hevur fingið innlit í. Harumframt stendur ein ráðgevi at vera knýttur at toyminum. Tað er íverksetin Heini Zachariassen, sum man vera mest kendur fyri heimskendu vín appina Vivino, verður nevndur sum ráðgevi hjá fyritøkuni. Innleiðandi samráðingarnar millum Garbagie og kommunuumsitingina ganga so væl, at Náttúru og Umhvørvisnevndin eftir tilmæli frá tekniska stjóranum í heyst gevur umsitingini heimild at samráðast við fyritøkuna um samstarv. 3. november kann tekniski stjórin leggja uppskot til sáttmála fyri nevndina við sáttmálanum bindur kommunan seg til at brúka hálva fjórðu millión krónur árliga í eitt fimm ára tíðarskeið. Nýggja uppskotið leggur upp til eina royndarverkætlan, sum millum annað snýr seg um at talgilda allar ruskspannir og at menna software at tøma tær við hvørt vikuskifti. Ruskmenninir skulu ikki vera teir hjá kommununi men fyrst og fremst ungfólk millum 15 og 18 ár gjarna kend andlit úr ítrótti , sum skulu koyra frá ruskspann til ruskspann við el súkklum. Ætlanin er eisini at gera vart við seg á sosialu miðlunum og at skipa fyri kunningarátøkum eitt nú saman við skúlunum, har varpað verður ljós á burturkast. Eina viku seinni velur fíggjarnevndin at útseta málið til eftir nýggjár, við teirri grundgeving, at eingin peningar er tøkir á fíggjarlógini fyri 2016. Sigrun Mohr, táverandi forkvinna í Náttúru og Umhvørvisnevndini, sum annars hevði tikið so væl ímóti hugskotinum, roynir tó at fáa málið á skrá á býráðsfund, áðrenn nýggja býráðið tekur við. Harvið er málið um talgildu ruskspannirnar lagt upp í hendurnar á nýggja býráðnum at taka støðu til, um tað verður veruleiki ella verður tveitt í ja ruskspannina. Smápartafelagið Garbagie, sum kommunuumsitingin hevur samráðst við fleiri ferðir, og sum bæði tekniski stjórin og Náttúru og Umhvørvisnevndin ætlaði at gera ein milliónasáttmála við er enn ikki skrásett hjá Skráseting Føroya. Vit hevur eisini samskift við Heina Zachariassen, stjóra í Vivino, og hann kennist ikki við, at hann skal vera ráðgevi hjá felagnum. Tað er brot á tagnarskylduna og harvið revsilógina, tá Sjúrður Skaale skrivar eina bók um fullveldissamráðingarnar. Hann var embætismaður hjá fullveldissamgonguni, og hevur í bókini 2000 tá Føroyar skuldu loysa almannakunngjørt trúnaðarupplýsingar, og tað er revsivert, siga Bjørn á Heygum advokatur og Annfinn Vitalis Hansen, advokatur. Bókin avdúkar millum annað, at Sjúrður Skaale lak fullveldisuppritið hjá samgonguni til Dimmalætting í januar 2000 ein leki, sum Heðin Mortensen annars var settur í samband við. Bárður Nielsen hevur sett grein 52 fyrispurning til løgmann, har hann vil hava at vita, um hann fer at kanna, hvør visti um lekan, eins og hann vil hava at vita, hvat hann ger við, at Sjúrður Skaale, sum fyrrverandi embætismaður almannakunnger trúnaðarupplýsingar í bók síni. Ein slík kanning kann fáa avleiðingar fyri embætisfólk í dag, halda Annfinn Vitalis Hansen og Bjørn á Heygum. Ein kanning eigur at vera gjørd fyri at kanna hvar markið gongur fyri, hvat eitt embætisfólk kann og ikki, siga teir somuleiðis. Brimil kom til Búgvan um tveytíðina týsnáttina og sleipaði hann til Vestmanna, hagar skipini komu klokkan ellivu fyrrapartin týsdagin. Í gjáramorgunin klokkan fimm komu so boð frá skeljabátinum Norðheimi um, at teir høvdu maskintrupulleikar stutt suður úr Eystnesi. Sofus Joensen, sálarsjúkulækni á Demensklinikkini, er fakligur ráðgevi, og Anna Rubeksen, sjúkrarøktarfrøðingur, sum hevur royndir á demensøkinum, er sett í starv í sambandi við kanningina. Hetta er neyðugt, til tess at myndugleikar og stovnar hava vitan og kunnu raðfesta sambært átøkunum í Demensætlanini, sigur Alzheimerfelagið. Í næstum fáa øll, sum búgva á eldrabýlum, eitt kunningarskriv og áheitan um at vera við í kanningini. Síðani fer sjúkrarøktarfrøðingurin á heimið at spyrja hvønn einstakan, um tey vilja vera við. Dátueftirlitið hevur givið loyvi til kanningina, og eingin óviðkomandi sleppur fram at upplýsingunum, sum eru í trúnaði, sigur Alzheimerfelagið. Sambært Sosialinum í gjár ætlar Sambandsflokkurin at leggja sítt uppskot fram, um semja ikki fæst við samgonguna um uppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni. Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, sigur við Sosialin, at Sambandsflokkurin hevur treytað sær í samráðingunum við Høgna Hoydal, at fæst ikki semja um fiskivinnunýskipanina, skulu tingfólk í samgonguni taka undir við, at uppskotið hjá Sambandsflokkinum verður lagt fram, hóast farið verður út um seinasta framløgudagin 7. mars. Fyri at uppskot kann leggjast fram eftir seinasta framløgudag, krevjast undirskriftir frá 17 tingfólkum, so Sambandsflokkurin hevur brúk fyri undirskriftum úr samgonguni. Bárður á Steig Nielsen sigur, at brúkar Sambandsflokkurin alla tíðina at samráðast við samgonguna, eru ikki stundir at gera floksins egna uppskot klárt at leggja fyri tingið. Tað er brot á tagnarskylduna og harvið revsilógina, tá Sjúrður Skaale skrivar eina bók um fullveldissamráðingarnar. Hann var embætismaður hjá fullveldissamgonguni, og hevur í bókini 2000 tá Føroyar skuldu loysa almannakunngjørt trúnaðarupplýsingar, og tað er revsivert, siga Bjørn á Heygum advokatur og Annfinn Vitalis Hansen, advokatur. Bókin avdúkar millum annað, at Sjúrður Skaale lak fullveldisuppritið hjá samgonguni til Dimmalætting í januar 2000 ein leki, sum Heðin Mortensen annars var settur í samband við. Bárður Nielsen hevur sett grein 52 fyrispurning til løgmann, har hann vil hava at vita, um hann fer at kanna, hvør visti um lekan, eins og hann vil hava at vita, hvat hann ger við, at Sjúrður Skaale, sum fyrrverandi embætismaður almannakunnger trúnaðarupplýsingar í bók síni. Ein slík kanning kann fáa avleiðingar fyri embætisfólk í dag, halda Annfinn Vitalis Hansen og Bjørn á Heygum. Ein kanning eigur at vera gjørd fyri at kanna hvar markið gongur fyri, hvat eitt embætisfólk kann og ikki, siga teir somuleiðis. Hann var í Altyðuflokkinum, sum var sosialdemokratiski flokkurin í Íslandi tá. Eiður Guðnason var bæði altingsmaður og ráðharri, til hann gavst í politikki í 1993. Eftir tað var hann stjóri í íslendska uttanríkisráðnum og sendiharri í Kanada, Noregi og Kina. Hann endaði sína diplomatisku starvstíð í Føroyum. Eiður Guðnason hevði nógv onnur álitisstørv, millum annað var hann í Norðurlandaráðnum. Kona hansara, Eygló Helga Har alds dóttir, doyði í 2015. 53 senatorar atkvøddu fyri og 42 ímóti, at fyrrverandi forstjórin í oljufelagnum ExxonMobil verður uttanríkisráðharri í stjórnini hjá Donald Trump, forseta. Republikanararnir hava meirilutan í senatinum. Tá Tillerson var til hoyringar í senatinum 11. januar, nýtti hann ein stóran part av tíðini at taka frástøðu frá Russlandi. Hann er annars kendur fyri at hava tætt samband við Vladimir Putin, forseta, og republikanski senatorurin, Marco Rubio, hevur eisini lagt 64 ára gamla Tillerson undir hava eina bleyta støðu mótvegis USA, sum tikið verður til. Rex Tillerson vildi ikki skýra Putin krígsbrotsmenn, sum nógvir senatorar vildu hava hann at gera, men í dag er Russland ein hóttan, sigur Tillerson. Í 2015 varð Rex Tillerson kosin at vera millum teirra, sum hava mest vald í øllum heiminum, og tí hava bæði republikanarar og demokratar sett spurnartekin við, um hann er rætti maðurin at vera uttanríkisráðharri. Rex Tillerson fekk starv sum verkfrøðingur í Exxon Mobil í 1975, og síðani hevur hann arbeitt seg upp í fyritøkuni. Í 2006 gjørdist hann forstjóri í oljufelagnum. Umframt áhugan fyri modellbygging hava skúlanæmingar eisini greiðar meiningar um eitt nú at lata Havnará uppaftur, sigur Birgar Johannesen. Eisini hevur Birgar eitt hugskot um at lata upp býarsavn á 2. hædd í gamla BankNordik bygninginum, sum liggur í Steinatúni. Tjóðpallur Føroya framførir í hesum døgum grikska sorgarleikin Elektra, og vit fáa tveir ummælarar á gátt, Vár B. Jacobsen og Gullu Øregaard. Eg eri ikki eg, eri eg , er heiti á MA ritgerð, sum Lydia Didriksen hevur skrivað MA ritgerð á Fróðskaparsetri Føroya um autofiktión. Lydia lýsir autofiktión í føroyskum skaldskapi. Endaloysi er evni á listaframsýning, sum Beinta av Reyni hevur á Listasavni Føroya. Vit práta við Beintu sjálva og Solveig Hanusardóttir Olsen, listafrøðing, um framsýningina. Og vitjað verður á Býarbókasavninum, har Vónbjørt Vang, bókavørður, viðmælir og tekur fram áhugaverdar bøkur. Heilivágstoymið hjá Heilsu og umsorganartænastuni í Tórshavnar kommunu, fer nú undir eitt átak, sum skal fáa starvsfólk á stovnum í kommununi at vera meira tilvita um heilivágin, sum verður givin. Heilivágur hevur sera stóran týdning fyri heilsuna hjá aldrandi borgarum. Men tað er samstundis eisini ein avbjóðing hjá eldri fólki at taka rættan heilivág, siga Jónvør Christiansen, dygdarmennari og Jóngerð Guttesen, eindarleiðari í Heilsu og umsorganartænastuni hjá Tórshavnar kommunu. Við aldrinum nýta fólk alsamt meira heilivág, og tølini vísa, at fólk, sum eru 65 ár og eldri, fáa helvtina av øllum tí heilivági, sum læknar skriva út. Heilivágur hjá aldrandi fólki hevur oftari hjáárin við sær, sum sjáldan eru at síggja hjá yngri fólki. Orsøkin er, at førleikin hjá likaminum at umseta heilivágin minkar við árunum. Í útvarpsstovun eru Jónvør Christiansen, dygdarmennari og Jóngerð Guttesen, eindarleiðari í Heilsu og umsorganartænastuni hjá Tórshavnar kommunu. Leikurin Elektra viðger sterkar menniskjaliga grundkenslur. Stór avrik eru á Tjóðpallinum, men onkustaðni missur leikurin orku. Handritið er stórur skaldskapur. Vár B. Jacobsen, listafrøðingur, og Gulla Øregaard, sjónleikakøn, ummæla leikin Elektra, sum gongur á Tjóðpallinum í hesum døgum. Tær geva leikinum fýra av seks stjørnum. Grønlendski landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Hans Enoksen, finst nú at almenna reiðarínum, Royal Greenland, tí eftir hansara tykki manna ov fáir grønlendingar trolararnar hjá felagnum. Hans Enoksen vísir á, at reiðaríið Sikuaq Trawl, sum millum annað eigur nýggja trolaran Svend C, hevur ongar trupulleikar at manna skipini við grønlendingum, bæði yvirmenn og dekkarar. Hví kann eitt reiðarí, sum tað almenna eigur, ikki lyfta hesa uppgávu eins væl og Svend C, spyr Hans Enoksen, og sipar til Royal Greenland. Gongur tað so illa at manna trolararnar við grønlendingum, eiga sjómansskúlarnir at verða styrktir, so færri útlendingar sum frálíður manna skipini. Umframt Konni er manningin, Torleik Mortensen, bass, Knút Háberg Eysturstein, ljómborð og Per Ingvaldur Højgaard Petersen, trummur. Tørvurin á trygd og skipaðum viðurskiftum er framvegis stórur, sigur svenski forsætisráðharrin, Stefan Løfven, við svensku tíðindastovuna, TT. Tað er avgerandi fyri okkum at leingja eftirlitið, til tamarhald er markinum í Evropa, sigur Inger Støjberg, útlendinga og integratiónsmálaráðharri í Danmark. ES nevndin hevur eisini góðkent, at fimm Schengenlond kunnu leingja marknaeftirlitið upp í tríggjar mánaðir. Seinast, eftirlitið varð longt, róði ES tó framundir, at tað fór at verða seinastu ferð. 400.000 fólk fara um markið millum Svøríki og Danmark hvørja viku. Seinastu fýra vikurnar í fjør vórðu umleið 767.000 fólk kannað við marknaliðini. Tá næsta skúlaár byrjar í august, flytur fyrsti flokkur á búskaparbreytini í Føroya handilsskúla í Havn, ella Glasi í Marknagili, sum skúlin eitur nú, í skúlan í Hoydølum, sigur Steinbjørn Hardlei, skúlastjóri á Glasi í Marknagili og umsitingarstjóri hjá Glasi. Tað er liður í samanleggingartilgongdini, at fyrstu flokkarnir í Glasi vera saman næsta skúlaár, og at lærarar undirvísa sínum næmingum í skúlabygningunum hvør hjá øðrum, tí tá flutt verður í Marknagil, skulu næmingar og lærarar í trimum skúlum vera undir sama taki. Hetta skúlaárið er bara ein fyrsti flokkur á búskaparbreytini hjá Glasi í Marknagili. Annars hava teir verið tveir og okkurt árið tríggir. Freistin at søkja inn á miðnám næsta skúlaár er 15. mars. Trýstið er nú so stórt á Varðagøtu í Havn um morgnarnar, at Tórshavnar kommuna hevur gjørt av at ferðslan skal vera einvegis ein tíma hvønn morgun gerandisdagar. Hvønn morgun fara oman fyri 300 børn í Sankta Frans skúla og onnur 200 børn skulu í dagstovn ella í forskúla, sum er við síðuna av. Tí fer kommunan at seta upp klokkustýrd vegaskelti við Varðagøtu, so bert verður loyvt at koyra omaneftir frá klokkan 7 30 til 8 30 hvønn morgun frá mánadag til fríggjadag. Klokkustýrda talvan verður sett upp við vegamótið Sjúrðargøta Varðagøta, og er hetta fyrsta skipanin av sínum slag í Tórshavnar kommunu. Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, finst hvassliga at Sirið Stenberg, nú egingjaldið hjá fólki til heiligvág hækkar. Landsstýriskvinnan eigur at spara í rakstrinum, heldur enn at leggja fleiri gjøld á fólk Tað eru tær báðar milliónirnar, sum skulu finnast í Heilsu og innlendismálaráðnum, sum hesaferð hevur fingið øði í formannin í Fólkaflokkinum. Tað verður gjørt við at hækka egingjaldið hjá teimum, sum fáa reseptheilivág ein avgerð, sum Jørgen Niclasen als ikki skilir. Fyri lítlum ári síðani tók Havnar Arbeiðarafelag seg úr fakfelagssamstarvinum Samtak. Felagið var eftir øllum at døma ónøgt við limaskapin, og helt ikki, at limagjaldið á umleið eina millión um árið gav nóg stórar fyrimunir fyri felagið. Sambært upplýsingum hjá útvarpinum umhugsa onnur feløg eisini at taka seg úr Samtaki. Hoyr samrøðuna við Sonju Jógvansdóttir, samskipara á Samtaki. Skúladepilin í Marknagili verður handaður á sumri 2018. Tað sigur nýggja tíðarætlanin, sum Landsverk í dag hevur almannakunngjørt. Landsverk vónar, sambært tíðindaskrivi, at ringastu óhappini og ósemjurnar nú eru farnar afturum og byggingin kann halda fram ótarnað. Tá næsta skúlaár byrjar í august, flytur fyrsti flokkur á Búskaparbreytini í Føroya handilsskúla í Havn, ella Glasi í Marknagili, sum skúlin eitur nú, í skúlan í Hoydølum, sigur Steinbjørn Hardlei, skúlastjóri á Glasi í Marknagili og umsitingarstjóri hjá Glasi. Tað er liður í samanleggingartilgongdini, at fyrstu flokkarnir í Glasi vera saman næsta skúlaár, og at lærarar undirvísa sínum næmingum í skúlabygningunum hvør hjá øðrum, tí tá flutt verður í Marknagil, skulu næmingar og lærarar í trimum skúlum vera undir sama taki. Hetta skúlaárið er bara ein fyrsti flokkur á búskaparbreytini hjá Glasi í Marknagili. Annars hava teir verið tveir og okkurt árið tríggir. Freistin at søkja inn á miðnám næsta skúlaár er 15. mars. Tveir 26 ára gamlir menn úr Havn eru í hesu løtu til grundlógaravhoyr, skuldsettir fyri at hava smuglað sterkari rúsevni til Føroya. Menninir vórðu handtiknir klokkan 16 seinnapartin í gjár, mikudagin. Ákæruvaldið heitti á dómaran um at avhoyringarnar vóru fyri afturlatnum hurðum Tí um upplýsingar koma út í málinum, kann tað skaða kanningararbeiðið hjá løgregluni. Dómarnir lat síðani dyrnar aftur, og tá verða fjølmiðlar eisini vístir á dyr. Norski evropamálaráðharrin, Frank Bakke Jensen úr Høgraflokkinum, sóknast eftir felags Brexit strategi. Hann er júst afturkomin úr Íslandi, har hann vitjaði íslendska uttanríkisráðharran, Guðlaugur Tór Tórðarson. Eftir fundin við fundin við íslendska uttanríkisráðharran, segði Bakke Jensen, at teir báðir hava gjøgnumgingið norsku fatanina av tí, sum hendir nú, og samanborið hana við íslendsku fatanina. Norski uttanríkisráðharirn, Børge Brende, eisini úr Høgraflokkinum, hevur áður róð framundir, at Brexit skal takast sum ein tríhyrningur millum ES, Bretland og EFTA, har Ísland er limur saman við Noregi, Liktinstein og Sveis. Men Noreg hevur kortini ikki bundið seg til nakran leist fyri samráðingarnar, sum skulu verða við Bretland, leggur norski evropamálaráðharrin, Frank Bakke Jensen, dent á. Tað er ov tíðliga at gera niðurstøðu um, hvønn leist vit taka. Og tað svarið fært tú helst eisini, um tú spyrt Bretland ella ES. Hvønn dag síggja vit nýggj viðurskfiti, sum gera tilgongdina truplari og samansetta, sigur hann. Sambært honum fara bæði Noreg og Ísland nú at kanna víðari, hvar tað er best at samstarva gjøgnum EFTA og EBS samstarvið, og hvar tað er besta hjá londunum báðum at samráðast saman, skrivar NTB. Forlagið Sprotin gav út bókina í 2015, Edward Fuglø hevur gjørt kápumyndina til føroysku útgávuna. Sonja Kjølbro hevur staðið fyri umbótingini. Kvæðini verða send í fullari longd her á heimasíðuni. Í dag eru trý kurvabóltsfeløg í Føroyum og í Sparta hesaferð verður tosað við umboð fyri øll feløgini um virksemið og framtíðarmálini í kurvabólti. Fimleikafelagið Støkk eigur Heimavøllin, og formaðurin í Badmintonsambandinum vitjar í samband við ítróttakalendaran, har vit varpa ljós á RIG, har 71 ungir badmintonleikarar fara at kappast um vikuskiftið. Hetta eftirmetingararbeiðið er í fleiri liðum og tekur tíð, um arbeiðið skal gerast ordiligt. Í komandi viku vita vit, hví tøknin sveik og kunnu greiða landsstýriskvinnuni frá hesum, og tá taka vit eisini neyðug stig og gera neyðugu tillagingarnar, skrivar Regin Marnersson í tíðindaskrivinum. Hetta er aðruferð, at ein nýrasjúklingur fær dialysu heima hjá sær sjálvum í Føroyum. Fyrstu ferð var á Eiði fyri umleið 25 árum síðan. Niðurstøðan hjá Fólkaskúlaráðnum er, at tað er týdningarmikið at halda fast við eitt 10. floks tilboð, men ávísar tillagingar og broytingar eiga at vera framdar. Mælt verður millum annað til at skipa fýra 10. floks eindir kring landið, so eindirnar gerast hóskandi í stødd. Eisini verður mælt til nakrar innihaldsligar broytingar, so 10. flokkur strembar meira eftir at verða byrjanin til tilgongdina hjá næmingunum frameftir, heldur enn endin á fólkaskúlanum, sigur ráðið í einum tíðindaskrivi. Birna Brjánsdóttir varð dripin 14. januar og eina viku seinni varð hon funnin í sjóarmálanum við Selvogsvita, 50 km uttanfyri Reykjavík. Arbeiðsgevarafelagið sigur bart út, at ber ikki til at geva nóg langar hoyringarfreistir, eiga lógaruppskotini heldur at bíða til næstu tingsetu í staðin fyri, at hoyringin verður skundað ígjøgnum. Ráðgevarafelagið sigur, at tað als ikki er í lagi, at lógaruppskot verða send út við so stuttari hoyringarfreist. Tað er órímiligt at vænta, at til ber at fáa fatur í upplýsingum til nóg góðar viðmerkingar við so stuttari freist, sigur Ráðgevarafelagið. Lógartænastan hjá Løgmansskrivstovuni sigur, at hoyringarfreistin eigur at vera fýra vikur. Lógartænastan sigur, at hendan freistin, fýra vikur, eigur ikki at verða skerd, uttan so tað er átrokandi neyðugt. Lógartænastan heitir staðiliga á aðalráðini um at leggja fyrireikingararbeiðið við lógaruppskotum soleiðis til rættis, at tey, sum skulu hoyrast, fáa fýra vikur til tess. Tað er aloftast av tíðarneyð, at uppskot als ikki verða send til hoyringar, ella at hoyringartíðin verður skerd heilt niður í nakrar dagar, sigur Lógartænastan hjá Løgmansskrivstovuni. Vit hoyra útvarpsleikin Klintrimús og hini dýrini í Valbakkaskóginum. Thorbjørn Egner skrivaði og Eyðun Johannesen týddi til føroyskt. Eyðun Johannesen er frásøgufólk. Tey leikandi eru Elin K. Mouritsen, Rólant Samuelsen, Margretha Næss, Óli Kurt Hansen, Olver Næss, Herman Jacobsen, Árni Joensen, Rosa á Rógvu Joensen, Erling Johannesen, Anna Olsen, Elinbjørg Højgaard, Gulla Øregaard, Gunnvør Jensen og Petur Pauli Poulsen. Barnafrádrátturin í landsskattinum fyri børn í aldrinum null til seks ár er nú 9.200 krónur um árið, og fyri børn í aldrinum sjey til seytjan ár er hann 6.500 krónur Reglurnar eru eisini broyttar soleiðis, at frádrátturin nú bert verður latin foreldrum at børnum, sum hava fastan bústað í Føroyum, ella sum eru uttanlands í lestrarørindum og hava fulla skattskyldu í Føroyum. Foreldur kunnu ikki at býta frádráttin fyri eitt barn millum sín. Men eiga tey til dømis tvey børn, kann annað foreldrið fáa frádráttin fyri annað barnið og hitt foreldrið fyri hitt barnið. Barnafrádrátturin í kommunuskattinum er framvegis hin sami fyri øll børn, sum búgva í somu kommunu. Minsti kommunali barnafrádrátturin er 4.000 krónur um árið, og hin hægsti er 10.000 krónur Tey, sum stilla upp, eru Alma Hansen, tannrøktari á Tannlæknastovuni hjá Tórshavnar kommunu, Bjørg Jacobsen, marknaðarsamskipari hjá Føroya Tele, Rúni Lisberg, dekkari hjá Strandfaraskipum Landsins og Svend ge Seloy, medioteknikari á Landssjúkrahúsinum. Vit hoyra útvarpsleikin Klintrimús og hini dýrini í Valbakkaskóginum. Thorbjørn Egner skrivaði og Eyðun Johannesen týddi til føroyskt. Eyðun Johannesen er frásøgufólk. Tey leikandi eru Elin K. Mouritsen, Rólant Samuelsen, Margretha Næss, Óli Kurt Hansen, Olver Næss, Herman Jacobsen, Árni Joensen, Rosa á Rógvu Joensen, Erling Johannesen, Anna Olsen, Elinbjørg Højgaard, Gulla Øregaard, Gunnvør Jensen og Petur Pauli Poulsen. Frank Bakke Jensen, evropa málaráðharri úr norska Høgraflokkinum, var fyrr í vikuni á vitjan í Íslandi hjá íslendska uttanríkisráðharranum, Guðlaugi Tór Tórðarsyni. Eftir fundin við fundin við íslendska uttanríkisráðharran segði Bakke Jensen, at teir báðir hava gjøgnumgingið norsku fatanina av tí, sum hendir nú, og samanborið hana við íslendsku fatanina. Norski uttanríkisráðharirn, Børge Brende eisini úr Høgraflokkinum, hevur áður róð framundir, at Brexit skal takast sum ein tríhyrningur millum ES, Bretland og EFTA, har Ísland er limur saman við Noregi, Liktinstein og Sveis. Men Noreg hevur kortini ikki bundið seg til nakran leist fyri samráðiongarnar, sum skulu verða við Bretland, leggur norski evropamálaráðharrin, Frank Bakke Jensen, dent á. Við lata allar møguleikar standa opnar, sigur hann við NTB. Tað er ov tíðliga at gera niðurstøðu um, hvønn leist vit taka. Og tað svarið fært tú helst eisini, um tú spyrt Bretland ella ES. Hvønn dag síggja vit nýggj viðurskfiti, sum gera tilgongdina truplari og samansetta, sigur hann. Sambært honum, fara bæði Noreg og Ísland nú at kanna víðari, hvar tað er best at samstrava gjøgnum EFTA og EBS samstarvið, og hvar tað er besta hjá londunum báðum at samráðast saman, skrivar NTB. Vit hoyra útvarpsleikin Klintrimús og hini dýrini í Valbakkaskóginum. Thorbjørn Egner skrivaði og Eyðun Johannesen týddi til føroyskt. Eyðun Johannesen er frásøgufólk. Tey leikandi eru Elin K. Mouritsen, Rólant Samuelsen, Margretha Næss, Óli Kurt Hansen, Olver Næss, Herman Jacobsen, Árni Joensen, Rosa á Rógvu Joensen, Erling Johannesen, Anna Olsen, Elinbjørg Højgaard, Gulla Øregaard, Gunnvør Jensen og Petur Pauli Poulsen. Vit hoyra útvarpsleikin Klintrimús og hini dýrini í Valbakkaskóginum. Thorbjørn Egner skrivaði og Eyðun Johannesen týddi til føroyskt. Eyðun Johannesen er frásøgufólk. Tey leikandi eru Elin K. Mouritsen, Rólant Samuelsen, Margretha Næss, Óli Kurt Hansen, Olver Næss, Herman Jacobsen, Árni Joensen, Rosa á Rógvu Joensen, Erling Johannesen, Anna Olsen, Elinbjørg Højgaard, Gulla Øregaard, Gunnvør Jensen og Petur Pauli Poulsen. Vit hoyra útvarpsleikin Klintrimús og hini dýrini í Valbakkaskóginum. Thorbjørn Egner skrivaði og Eyðun Johannesen týddi til føroyskt. Eyðun Johannesen er frásøgufólk. Tey leikandi eru Elin K. Mouritsen, Rólant Samuelsen, Margretha Næss, Óli Kurt Hansen, Olver Næss, Herman Jacobsen, Árni Joensen, Rosa á Rógvu Joensen, Erling Johannesen, Anna Olsen, Elinbjørg Højgaard, Gulla Øregaard, Gunnvør Jensen og Petur Pauli Poulsen. Vit hoyra útvarpsleikin Klintrimús og hini dýrini í Valbakkaskóginum. Thorbjørn Egner skrivaði og Eyðun Johannesen týddi til føroyskt. Eyðun Johannesen er frásøgufólk. Tey leikandi eru Elin K. Mouritsen, Rólant Samuelsen, Margretha Næss, Óli Kurt Hansen, Olver Næss, Herman Jacobsen, Árni Joensen, Rosa á Rógvu Joensen, Erling Johannesen, Anna Olsen, Elinbjørg Højgaard, Gulla Øregaard, Gunnvør Jensen og Petur Pauli Poulsen. Vit hoyra útvarpsleikin Klintrimús og hini dýrini í Valbakkaskóginum. Thorbjørn Egner skrivaði og Eyðun Johannesen týddi til føroyskt. Eyðun Johannesen er frásøgufólk. Tey leikandi eru Elin K. Mouritsen, Rólant Samuelsen, Margretha Næss, Óli Kurt Hansen, Olver Næss, Herman Jacobsen, Árni Joensen, Rosa á Rógvu Joensen, Erling Johannesen, Anna Olsen, Elinbjørg Højgaard, Gulla Øregaard, Gunnvør Jensen og Petur Pauli Poulsen. Vit hoyra útvarpsleikin Klintrimús og hini dýrini í Valbakkaskóginum. Thorbjørn Egner skrivaði og Eyðun Johannesen týddi til føroyskt. Eyðun Johannesen er frásøgufólk. Tey leikandi eru Elin K. Mouritsen, Rólant Samuelsen, Margretha Næss, Óli Kurt Hansen, Olver Næss, Herman Jacobsen, Árni Joensen, Rosa á Rógvu Joensen, Erling Johannesen, Anna Olsen, Elinbjørg Højgaard, Gulla Øregaard, Gunnvør Jensen og Petur Pauli Poulsen. Keldur innan fronsku løgregluna upplýsa, at maðurin skal hava roynt at koma inn á víðagitna listasavnið við einum kufferti, men upplýsingarnar eru ikki váttaðar alment. Sambært franska innanríkisráðharranum, hevur ein álvarslig hendin verið uttanfyri listasavnið. Hert trygdarvarðhald er uttanfyri savnið í løtuni. Fimm ára gamli sjefarahundurin, Fidor, er mannatevjari. Mannatevjari er hundur, ið leitar eftir persóni út frá persónliga luktinum hjá horvna. Rúni Sundberg Patursson vónar, at tað verður stovnað felag fyri mannatevjarar. Hann sær fyri sær, at hundar og førarar kunnu vera partur av bjargingini, tá leitað verður eftir horvnum persónum. Alt fleiri ganga í føroysku fjøllunum, ikki minst ferðafólk, og mangan frættist, at fólk villast, sigur Rúni Sundberg Patursson. Tá kundu hundarnir verið góð, sjálvboðin hjálp Flest allir hundar kunnu læra hetta kynstrið, og í næstum verður skipað fyri skeiði í mannatevjan. Les meira her Tine Thing Helseth er í Føroyum sum høvuðsdómari í tónleikakappingini Stella Polaris, sum er í hesum døgum. Hetta dámar henni væl og heldur at føroysku næmongarnir eru sera dugnaligir. Leygardagin koma fýra aðrir tónleikarar úr Noregi, sum vanliga spæla saman við Tine, og henda kvintettin hevur so konsert sunnudagin í Norðurlandahúsinum. Les meira her Daniel Pedersen, sum eisini verður kallaður Elly , er 27 ára gamal, og frammanundan hevur hann spælt fyri fleiri onnur donsk feløg, eitt nú fyri 1.deildarliðið hjá Helsingør. Í øllum 12 førunum er talan um brot á grein 150 og 232. Grein 150 snýr seg um, at persónur í almennari tænastu misnýtir sína støðu í hesum førinum at kommunulæknin er farin út um sínar heimildir. Í einum føri er tó talan um aðrar ákærur móti læknanum. Hann er ákærdur fyri at hava tvingað eina kvinnu til aðra kynsliga samveru enn samlegu. Her er talan um brot á grein 224 og 217. Rættarfundir í hesum máli hava verið mánadagin og týsdagin í hesi vikuni. Hetta er sætti dagurin, Føroya Rættur brúkar uppá málið. Tá rættarfundurin í dag er av, eru bara tveir dagar eftir. Tað er mánadagin og týsdagin, tá procedura er á skránni. Dómur fellur væntandi eina viku eftir tað, tað vil siga umleið hálvan februar. Kommunulæknin noktar seg sekan í øllum ákærum. Verður hann dømdur, er hann egnaður til vanliga revsing og samfelagstænastu. Tað staðfesta persónskanningar av honum, sum ákærin tók fram á opnum rættarfundi fyrr í vikuni. Vivian Sjóðklett er útbúgvin námsfrøðingur, láturinstruktørur, listaterapeautur og íverksetari. Hon er støk mamma at fimm børnum, býr í Havn og altíð í gongd. Loyvið hjá SAS er galdandi í eitt hálvt ár, og tá kann felagið søkja av nýggjum, men SAS hevur longu boðað frá, at felagið ætlar at flúgva millum Vágar og Keypmannahavn alt árið. Atlitini, sum Vinnumálaráðið vildi hava danska ferðslustýrið at taka, eru ikki tikin til eftirtektar, og Vinnumálaráðið hevur nú kunnað ferðslustýrið um, at niðurstøðurnar hjá stýrinum eru tiknar til eftirtektar. Tí vil Sambandsflokkurin nú hava vissu fyri, at flokkurin sleppur at leggja egið uppskot um fiskivinnunýskipan fram, eftir at freistin er farin, um breiða semjan ikki verður funnin. Regin Jespersen, formaður í Landsfelagnum fyri bjargingarfeløgini, og Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða krossi í Føroyum, eru farnir til Íslands eftir teimum 350.000 krónunum, sum íslendingar savnaðu inn í samband við ódnarveðrið um jólini. Pengarnir verða handaðir á føroysku sendistovuni í Reykjavík í dag. Samstundis verða tvær yvirlýsingar gjørdar um samstarv millum Reyða kross í Føroyum og Íslandi og millum bjargingarfeløgini í londunum báðum. Guðlaugur ór órðarson, uttanríkisráðharri, og Petur Peterson, sendimaður, halda røður í Sendistovuni í dag. Í morgin hevur forsetin í Íslandi boðið fólkinum til Bessastaðir. Útlendingastovan hevur møguliga ikki viðgjørt málið um indiska yoga læraran Praveen Savitiri Sattidaran við haldgóðum upplýsingum. Tí fer uttanríkis og vinnumálaráðið at kanna málið nærri. Praveen Savitiri Satt idaran, sum er úr India, og hevur verið yoga lærari í Føroyum síðan 2014, leyk ikki ávísar treytir í uppihaldsloyvinum hjá sær í 2015, og hevur tí tvær ferðir í 2016 fingið at vita, at hann skal fara úr Føroyum. Men hann hevur uppfylt treytirnar seinasta árið, og hevur tí kært til danska útlendingamálaráðið boðini um, at hann skal úr Føroyum. Men viðgerðin hevur tikið drúgva tíð, og freistin hjá honum at flyta úr Føroyum er í kvøld. Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkismálum, gongur út frá, at málið er rætt viðgjørt, bæði av føroyskum og donskum myndugleikum. Men ábendingar eru eisini um, at útlendingastovan ikki hevur havt neyðugar upplýsingar í málinum, og tí fer uttanríkis og vinnumálaráðið at kanna tað nærri. Bretska stjórnin hevur 12 grundreglur í sambandi við Brexit, sum millum annað snúgva seg um eftirlit við tilflytingini og eftirlit við landsins egnu lógum. Lobourflokkurin finst at skjølunum, og sigur, at tey siga einki, og at tey eru almannakunngjørt ov seint til at tey kunna verða kanna nágreiniliga. Brexit ætlanin varð løgd fram alemnt eftir at parlamentið ígjár atkvøddi fyri, at loyva Theresu May, forsætisráðharra, at fara undir tilgongdina at fara úr ES samstarvinum. 498 parlamentlimir tókur undir við uppskotinum, og 114 vóru ímóti. Uppskotið skal nú til viðgerðar, áðrenn tað verður gjørt til lóg. Í skjølunum verður millum annað staðfest, at ymisku tilgongdirnar í Brexit ætlanini fara at krevja ymiskar lógir og tíð at seta í verk. Í skjølunum stendur eisini, at nakrir av smálutunum í núverandi avtalum um innara marknaðin kunnu verða við í nýggjum fríhandilsavtalum við ES. Í gjár boðaði bretski verjumálaráðharrin, Michael Fallon, frá, at stjórnin ikki ætlar at hjálpa Skotlandi at skipa nýggja fólkaatkvøðu um loysing frá Bretlandi, so leingi sum tey hava valdið. Stjórnin skal, um gongst sum ætlað, sita til 2020. Fallon sigur, at skotski forsætisráðharrin, Nicola Sturgeon, eigur at taka úrslitið av fólkaatkvøðuni í 2014 til eftirtektar, har 55 prosent atkvøddu fyri framhaldandi at verða partur av Bretlandi. Eisini Theresa May segði, at spurningurin um loysing varð avgjørdur í fólkaatkvøðuni, sum hon sigur var lóglig, rættvís og sannførandi. May hevur fleiri ferðir sagt, at ikki er neyðugt við nýggjari fólkaatkvøðu. Sambært skotsku loysingarrørsluni eru viðurskiftini broytt munandi, eftir at Bretland atkvøddi fyri at fara úr ES, og tí eigur nýggj fólkaatkvøða at verða. 51,9 prosent av bretum atkvøddu fyri at fara úr ES, meðan 48,1 prosent vildu vera verandi í ES samstarvinum. Sáttmálin, sum varð undirskrivaður í dag, fer tó skjótt úr gildi aftur, tí hann er galdandi frá 1.oktober 2015 til 1.oktober í ár. Karmurin er tann sami sum hjá øðrum fakfeløgum á almenna arbeiðsmarknaðinum, tað eru 2,25 prosent fyrra árið, 2015, og 1,9 prosent seinna árið, sum var 2016. Sum nakað heilt nýtt eru eisini gjørdar tvær nýggjar avtalur um vakt á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, ein um regluliga vaktarskipan, og ein um bráðkomna vakt. Talan er um vaktarskipanir, sum tryggja, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan kann halda kravið um, at ein heilsuváttan frá djóralækna skal vera við vøruni, sum fer til triðja land, so sum Russland og Kina. Sámal Poulsen var eisini næstformaður í gomlu stjórnini, men tá var Andrias Berglíð, sum ikki stillaði uppaftur, annar næstformaður. Jan Højgaard er formaður í Fiskimannafelagnum. Umframt formannin, sum verður valdur fyri seg, manna Axel Hansen, Magnus Pauli Glerfoss, Mortan Berjastein, Sámal Poulsen, Sniálvur Røvilsberg og Sólberg Olsen nevndina í Fiskimannafelagnum. Býráðið í Havn mundi í fjør bundið seg til eina verkætlan fyri 17,5 milliónir krónur. Uppskotið var ein sáttmáli við felagið Garbagie, sum skuldi seta talgildar ruskspannir upp í miðbýnum. Ruskspannirnar skuldu hava internetsamband og ljós, sum kundi setast til ein mikspult, og so skuldu ung ítróttafólk súkkla á el súkklum og tøma spannirnar. Málið varð sett á skrá fyri býráðsfundin 15. desember, men var tikið av aftur skránni áðrenn fundin, tí pengar vóru ikki til verkætlanina á fíggjarætlanini fyri 2016. Felagið Garbagie, sum kommunan samráddist við, er ikki skrásett hjá Skráseting Føroya, og Anfinn Brekkstein heldur, at málið eigur at verða gloymt. Men meirilutin í Tórshavnar býráð hevur sett talgildu ruskspannirnar á skránna fyri fundin, sum meirilutin hevur týsdagin. Í skrivinum heitir felagið á Mentamálaráðið og Nám um at steðga við øllum talgildum royndum, og brúka blýant og pappír í eina tíð, meðan orka verður løgd í at finna neyðugar loysnir. Tað kann ikki góðtakast, at skipanin svíkir ferð eftir ferð. Næmingar, sum hava glett seg til royndirnar, verða vónbrotnir og sleppa ikki at gera sítt besta. Og næmingar, sum hava stúrt fyri royndunum, fáa staðfest, at royndir eru ikki ein góð uppliving, sigur Heim og skúli. Felagið sigur, at fleiri fyrimunir eru við talgildum royndum, bæði hjá næmingum og lærarum, og eingin ivi er um, at hetta er vegurin fram. Men hesir fyrimunir verða ikki nóg væl uppvigaðir av teimum vansum, sum hava staðist av talgildu royndunum seinastu árini. Heim og skúli heldur, at í løtuni eru bara tveir kostir at velja ímillum Annaðhvørt at leypa landsroyndina í ár um, ella at brúka eina loysn, sum riggar Stendur valið ímillum at gera enn eitt hol í royndarrøðina, ella at fara aftur til gomlu skipanina, so eru vit ikki í iva Gott í tykkum, brúkið pappír og blýant eina tíð, meðan orka verður funnin at finna neyðugar loysnir, skrivar nevndin í Heimi og skúla í áheitanini til Mentamálaráðið og Nám. Ein partur av álitinum, sum Fólkaskúlaráðið hevur handað Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum er, at 10.flokkur skal skipast í fýra eindir fyri alt landið. Javnaðartingmaðurin Jónleif Johannesen, sum sjálvur hevur sitið í Fólkaskúlaráðnum, heldur, at næmingar á eitt nú Sandoynni missa meira enn teir fáa, um 10.flokstilboðið í oynni fer í søguna. Í vikuni hoyrdu vit fyrrverandi formannin í Sambandsflokkinum og núverandi formann í HB Kaj Leo Holm Johannesen knarra um, at hann hevði ov lítið at gera í tinginum. Í fyrsta lagi kunnu HB arar frøast um tað. Í USA hevur Trump sett íbúgvum úr sjey muslimiskum londum bann at ferðast til USA, og í Føroyum verður ein indiskur yoga lærari vístur av landinum, tí hann ikki tjenti nóg mikið eitt skifti í 2015. Og nú vit hava formannin í Føroya Lærarafelag í útvarpsstovuni. Fyri triðju ella fjórðu ferð vóru næmingar hildnir fyri gjøldur, tá teir skuldu til roynd. Men hetta var bara ein undanroynd til sjálva landsroyndina seinni í ár. Og tað merkir, at nú hava tey roynt, hvussu tað er at vera hildin fyri gjøldur, so tá landsroyndin verður, so verður kenslan ikki so fremmand, tá teldurnar ikki rigga. Og pláss verður eisini fyri eitt sindur av skemti, har ein býráðslimur í Klaksvík er harðliga í móti at borgarsstjórar eisini sita í løgtininum, men einki hevur í móti at Jógvan Skorheim ger tað. Tøkningur Leivur Thomsen Lagt til rættis Øssur Winthereig Poul Johan á Torvlaðnum hevur ongantíð fingið staðfest ADHD, men alíkavæl hevur tað verið torført hjá honum at sita stillur í skúlanaum. Tey, sum megnaðu at sita still, og tey, sum ikki megnaðu tað, fingu somu behandling, sigur Poul Johan. Nær er mann ófriðarligur, og nær er mann sjúkur Vit práta við ung, sum stríðast við at passa inn í karmarnar, sum samfelagið setir. Tað veri seg frá at vera ADD, ADHD og tað at vera øðrvísi enn hini. Vetrarljós ynskir at bjóða ljósum tíðum vælkomnar við list, livandi tónleiki og nógvum ørðum góðum. Saman við SEV og Visit Tórshavn hevur Sonja Johannesen skipað fyri tiltakinum Vetrarljós , ið verður kring allan høvðusstaðin leygardagin tann 4 febuar. Hoyrið Sonju greiða frá endamálinum við tiltakinum, og um hvat verður á skránni. Rúna greiðir millum annað frá, at tað var ringt at ganga í fólkaskúla, tí hon fekk altíð skyldina fyri alt, og eingin trúði henni. Eisini sigur hon, at eftir, at hon hevur fingið staðfest ADHD er tað vorðið lættari at ganga í skúla, hóast hon ikki tekur heilivág, tí nú skilja eitt nú lærarar hana betur. Milja fekk eina deprisjón, tá hon eftir fólkaskúlan fór á eftirskúla. Eftir at hava gingið á eftirskúla kom hon heim aftur og fekk samband við barna psykiatriina í Havn, har hon fekk staðfest ADD og asperger. Maðurin í bilinum ringdi sjálvur og boðaði løgrelguni frá. Ein annar bilførari kom til við eldsløkkjara og fekk sløkt eldin í bilinum. Øll ferðsla í Norðuroyartunlinum er í løtuni steðga fyri at fáa roykin út úr tunnlinum. Sambært løgrelguni ber til at koyra gjøgnum tunnilin um lítla løtu. Vóru amerikanar ørkymlaðir í gjár, so batnaði støðan ikki í nátt, tá ein dómari í statinum Washington ógildaði avgerðina hjá forsetanum at fyribils banna fólkum frá sjey ymiskum muslimskum londum at sleppa til Usa. Sonevndir attorney generals, sum teir verða róptir í Usa, hava vald til at ógildað boð frá forsetanum, um mett verður at boðini stríða við amerikansku grundlógina. Forsetaboðini hava seinastu dagarnar elvt til ruðuleika á flogvøllum um alt landið, har flogfeløg og tollmyndugleikar hava ivast í, hvussu tey skuldu handfara bannið. Mótmælistiltøk hava eisini verið við flogvøllir um alt landið. Ein broyting í kunngerðini um fiskiskapin eftir makreli í ES sjógvi, hevur við sær ósemju ímillum Vørn og Fiskimálaráðið. Semja er ímillum ES og Føroyar um, at føroysk skip kunnu fiska 38.600 tons am makreli í ES sjógvi í ár. Tá Fiskimálaráðið broytti kunngerðina seinast í januar, boðaði Vørn annars frá, at heimild var ikki fyri at afturkalla fiskiloyvir, sum vórðu latin um ársskiftið. Ein kanning, sum Esbern Patursson, Knud Simonsen og Øystein Paturssin hava almannakunngjørt í altjóða tíðarritinum Aquaculture Environment Interactions, vísir at samband er millum útskiftingina av sjógvi í føroysku firðunum og sjálvsmittuna ella útbreiðsluna av laksalús. Útskifting av sjógvi á einum firði er í høvuðsheitum drivin av feskvatni, sum rennur út í fjørðin, muninum millum flóð og fjøru, og av sjóvarfalsrákinum uttan fyri fjarðamunnan, ið dregur sjógvin inni á firðinum við sær. Út frá tølum fyri hesar tríggjar drívmegirnar var eitt vísital gjørt fyri flestu alifirðirnar í Føroyum. Fiskaaling hevur talt lús á føroysku alibrúkunum fyri vinnuna síðani 2009. Fyri hvørja einstaka útsetu varð hugt eftur, hvussu vøksturin var í lúsatølunum fram til fyrstu viðgerð ella til tøku, um eingin viðgerð var neyðug. Tá ávirkanin av hita var tikin burturúr lúsatølunum, sást greitt samband millum vísutalið fyri útskifting av sjógvi á firðinum og vøksturin í lúsatølunum. Niðurstøðan er, at størri útskifting, ein fjørður hevur, minni er lúsatrupulleikin. Laksalús hevur verið ein plága fyri so at siga alla aling, bæði í Føroyum og í øðrum londum við alivinnu og tíggjutals milliónir, fyri ikki at siga hundratals milliónir eru seinnu árini brúktar at basa lúsatrupulleikanum. Soleiðis sigur Halleluja Sofus við lurtara, sum í brævi spyr, um hon skal fortelja vinkonu hjá eini vinkonu, at sjeikur hennara hevur ein harðskapsdóm. Nei, hon skal onki siga. Hon skal bíða við at siga nakað, til hann hevur sligið hana fyrstu ferð. Afturat hesum spurningi spyrja lurtarar, nær foreldur kunnu blanda seg í, hvønn maka vit velja okkum, hvussu nógv vermóðir skal ganga niðriundir hjá soni og verdóttir, og um Facebook elvir til ótrúskap. Sas skal flúgva alt árið, hóast Ferðslustýrið bert kann geva Sas loyvi í hálvt ár í senn. Tað er eitt samfelagsligt krav, sum Uttanríkis og vinnumálaráðið hevur Sett SAS, og sum SAS hevur góðtikið, líkamikið hvar løgfrøðin sigur, sigur Poul Michelsen. Eitt er donsk løgfrøði, eitt annað føroyskur politikkur. Í gjár bórust tíðindini um, at flogfelagið SAS hevur fingið endaligt loyvi at flúgva millum Føroyar og Danmark. Í einum brævi frá danska ferðslustýrinum til Uttanríkis og Vinnumálaráðið vóru boðini, at lógarheimild ikki er fyri at krevja av SAS at flúgvast skal alt árið og ikki einans feitu summarmánaðarnar. Men sambært Poul Michelsen, so kann hann seta norðurlendska flogfelagnum krøv. Tað hevur hann gjørt og SAS hevur góðtikið øll krøvini, eisini krøvini um framhaldandi samstarv millum feløgini, sæð burturfrá samstarvinum um Eurobonus. Hoyr sera spennandi kappingina her, har Birgar Johannesen og Símun Arge, ið kappast við spurningum frá 1960 árunum, kappast móti Árna Gregersen og Magna Arge, hvørs spurningar eru frá 1970 árunum. Vit hátíðarhalda Barnaútvarpið, tí tað hevur verið til í 60 ár. Erling Isholm, søgufrøðingur greiðir frá fyrstu tíðini, tá ið Barnaútvarpið byrjaði, hvussu var tað tá Hvat spældu børnini tá Ein fyrrverandi smádrongur kemur á vitjan, og hann eitur Heðin Mortensen, hann var 11 ára gamal, tá ið útvarpið varð sett á stovn. Hvat minnist hann Tað gongst ikki sum ætlað hjá amerikanska forsetanum Donald Trump at seta í verk innferðarforboð til USA úr 7 muslimskum londum í Miðeystri og Norðurafrika. Í morgun hevur ein ríkisrættur nokta at taka eina kæru frá stjórnini hjá Trump í Washington til viðgerðar, sum skuldi seta úr gildi eina forðing fyri banninum, sum ein dómari í Seattle kom við fríggjadagin. Dómarin noktaði at eftirlíka boðunum um at fólk úr ávísum londum ikki skulu sleppa til USA, bara tí tey eru úr ávísum londum, og annars ikki eru nøkur hóttan fyri amerikanska trygd. Advokatar vilja vera við, at ætlaða forboðið hjá Trump gera mismun á fólk og er tí í stríð við amerikonsku grundlógina. Eftir at dómari í Seattle fríggjadagin forðaði fyri innferðarforboðnum, legði Trump sjálvur eftir dómaranum og kallaði hann láturligan og lovaði, at avgerð hansara at blokera innferðarforboðið verður sett úr gildi beinanvegin. Sostatt sleppa ríkisborgarar úr Iran, Irak, Sýria, Jemen, Sudan, Libia og Somalia framvegis at ferðast til USA, fyribils í øllum førum. Gittarleikarin Dávur Birgisson vann í gjárkvøldi tónleikakappingina Stella Polaris. Stella Polaris er ein einstaklingakapping í klassiskum tónleiki fyri ung. Kristina Thede Johansen, sum spælir saksofon, fekk aðru virðisløn, og Birita Poulsen, sangari vann triðju virðisløn. Finalan var hildin fyri at kalla fullum Norðurlandahúsi í gjárkvøldi. Hinir finalistarnir vóru Jósef Zachariassen, Klaver, Leslie Parker, fiólleikari, og Aksel Dánjalsson Remmer, sum eisini spælir klaver. Gittarleikarin Dávur Birgisson vann í gjárkvøldi tónleikakappingina Stella Polaris. Stella Polaris er ein einstaklingakapping í klassiskum tónleiki fyri ung. Kristina Thede Johansen, sum spælir saksofon, fekk aðru virðisløn, og Birita Poulsen, sangari vann triðju virðisløn. Finalan var hildin fyri at kalla fullum Norðurlandahúsi í gjárkvøldi. Hinir finalistarnir vóru Jósef Zachariassen, Klaver, Leslie Parker, fiólleikari, og Aksel Dánjalsson Remmer, sum eisini spælir klaver. Meðan hann var til skips við Vágbingi kom Tordur fram á eina lýsing, har søkt varð eftir fólki at læra til pleygara. Hann fór undir hesa útbúgving í Danmark í 1969. Her hitti hann menn, sum vóru sjúkrasystrar. Nú søkti hann um upptøku á sjúkraystrarskúlan í Føroyum og slapp inn. Var á Landssjúkrahúsinum, men fór síðani hálvtannað ár til USA á bíbliuskúla við meira. Var aftur á LSH, men ferðaðist í Ísrael 1978 og arbeiddi ein mánað í 1979 á einum heimi í Bethlehem. Á hesi ferð hitti Tordur Sigrun Gunnarsdóttir og bar fram bønarorð. Tey giftust til jólar. Dávur Birgisson gongur á konservatorii í Keypmannahavn. Hetta var triðju fer hann tok lut í Stella Polaris. Umframt heiður, fekk vinnarin eisini 20.000 krónur í gávu. At fáa 20.000 í peningagávu er ein góður møguleiki hjá mær at luttaka í kappingum uttanlands. Eg kann brúka pengarnir til at ferðast, segði Dávur Birgirsson, sum ikki var í iva um, at pengarnir skuldu brúkast fakliga. Íbúgvar í Eysturkommunu skulu hava ein innandurða fótbóltsvøll tað ætlar í øllum førum Jóhann Christiansen, borgarstjóri. Ætlanin er at inniloka núverandi vøll í Leirvík. Býráðið í Eysturkommunu gjørdi í fjør av at seta 200.000 krónur av á fíggjarætlanini til eitt kanningararbeiði í samband við at inniloka vøllin í Leirvík. Men tað skulu brúkast nógv fleiri pengar, um verkætlanin skal gerast veruleiki Verkætlanin mett at kosta í minsta lagi 40 milliónir krónur. Men hóast høga prísin, er ætlanin, sambært borgarstjóranum, væl móttikin millum tey, sum skulu rinda nemliga skattagjaldararnir í Eysturkommunu. Enn er kanningararbeiði ikki liðugt, men Jóhann Christiansen væntar at leggja ætlanina fyri býráðið í summar. Men nær vøllurin verður liðugur, er ikki vist. Og hóast ætlanin um at gera ein innandurða vøll fyrst og fremst kemur fótbóltinum til góðar, er ikki óhugsandi at fleiri aðrar ítróttagreinir fáa innivist, um verkætlanin ber á mál. Flogvøllurin í Kabul hevur verið stongdur, tí kavin er so nógvur og tað saman er galdandi fyri fleiri av høvuðsvegunum inn og út úr býnum. Minst 250 bilar standa í løtuni fastir kring býin. Reuters skrivar, at summastaðni er kavin 2.5 metrar høgum og higartil røkist einki fyri at hann fer burtur í bræði tí eru ávaringar um skalvalop sendar út um at kalla alt landið. Í norðurpakistanska býnum Chitral er fleiri hús eisini løgd í oyði av skalvum og eitt enn ókent tal av fólki liggja enn føst undir húsaleivdunum. Plast í høvunum verður mett at vera skjótast vaksandi umhvørvistrupulleikin í heiminum. Men nú heldur ein 22 ára gamal hollendingur seg hava funnið loysnina upp á trupulleikan. Saman við 35 verkfrøðingum, 15 ymsum stovnum og yvir 3000 íleggjarnum hevur hollendski Boyan Slat byrjað fyritøkuna The Ocean Clean Up. Ætlanin hjá unga hollendinginum er at lata havstreym og meldur føra plastið upp til eina uppsavningarmiðstøð, har plast verður soldað frá sjógvi. Reinsa fyri 1,5 milliard krónur Miðflokkurin heitti á løgmann um at bjóða amerikanska forsetanum, Donald Trump, og russiska forsetanum, Vladimir Putin til Føroya at fundast. Miðflokkurin sigur, at Donald Trump alment hevur boðað frá, at hann sum eitt tað fyrsta ætlar at hitta russiska forsetan Vladimir Putin, og at hann møguliga vil hava tann fundin at vera í Íslandi. Men, leggur hann afturat, vit mugu gera okkum púra greitt, at ríkisovastarnir í USA og Russlandi gera av, um og hvar teir ætla at hittast. Landsstýrið fer ikki av sínum eintingum at taka serstøk stig til at fáa slíkan toppfund til Føroya, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður. Men væntandi fer Sildberin aftur í sigling í morgin, boða Strandfaraskip landsins frá. Sildberin fekk skaða, tá hann bar við botn á veg til Skúvoyar tann 21. januar. Ein orsøk til, at umvælingin gjørdist drúgvari enn ætlað, er, at skipasmiðjan hevði ikki stálið á goymslu. Tað kom við Norr nu til Føroya fyri einari viku síðani. Talan er bara um góðar tríggjar fermetrar av stáli til at umvæla tríggjar skeinur í botninum á Sildberanum. Súlan siglir á Skúvoyarleiðini, meðan Sildberin er til umvælingar. Tað er ein vanligur fríggjamorgun, og sum vant hvønn yrkadag er Góðan morgun Føroyar á skránni í Útvarpinum. Vit eru millum annað saman við einum morgunreportara í Miðvági, at hitta ein ungan og virkisfúsan mann. Vit miða altíð eftir at upplýsa og undirhalda, og tá tann javnvágin eydnast, eru vit nøgd, sigur Rúni Jákupsson, ein av teimum føstu morgunvertunum. Og Dia Midjord, stjóri í Kringvarpi Føroya, sigur, at nú nýggjur fýra ára Public Service sáttmáli júst er undirskrivaður er greitt, at Kringvarpið verður meira at síggja kring landið tey næstu fýra árini. Tórður Mikkelsen er vertur og Eir í Ólavstovu hevur verið fotografur og hevur eisini klipt tey fimm videoinnsløgini, sum verða løgd á heimasíðu Kringvarpsins tær næstu vikurnar. Innsløgini lýsa fjølbroytta virksemið í Kringvarpinum. Redaktiónsfundur er á Degi og Viku. Í dag er høvuðsevnið skip. Tvey nýggj skip eru komin til landið, og Brimil er júst komin á Sklála við garnaskipinum Vesturland, sum eldur er í. Vit eru á Skála saman við reportaranum og fotografinum. Okkara fremsta uppgáva er at upplýsa og vera á varðhaldi fyri borgaran, so kann er førur fyri at vera við í fólkaræðinum, sigur Liljan Weihe, tíðindaleiðari í Kringvarpinum. Tvær áhugaverdar dokumentarsendingar eru í gerð. Onnur er um kenda útvarpsstjóran Niels Juel Arge, sum bleiv ímyndin av Útvarpinum. Henda sending er í røðini um kendar føroyingar. Hin er Vit eru enn til , sum er um tvær lutfalsliga ungar kvinnur, ið hava alzheimer sjúkuna. Tórður Mikkelsen er vertur og Eir í Ólavstovu hevur verið fotografur og hevur eisini klipt tey fimm videoinnsløgini, sum verða løgd á heimasíðu Kringvarpsins tær næstu vikurnar. Innsløgini lýsa fjølbroytta virksemið í Kringvarpinum. Vinnandi útvarpsleikurin fær 25.000 krónur og leikurin verður sendur í útvarpinum. Onnur virðislønin í kappingini er 10.000 krónur. Endamálið við kappingini er at eggja til at skriva nýggjar útvarpsleikir og fáa til vega nýggj handrit at brúka, sigur stovnurin í tíðindaskrivi. Jenny Petersen, Bergur D. Hansen, Elin á Rógvi og Páll Danielsen sita í dómsnevndini. Freistin, at senda inn leikir, er 20. apríl 2017. Í gjár sýtti ein ríkisrættur fyri at taka eina kæru frá stjórnini hjá Trump í Washington til viðgerðar, sum skuldi seta úr gildi eina forðing fyri banninum. Ein forðing, sum ein dómari í Seattle kom við fríggjadagin. Dómarin noktaði at eftirlíka boðunum um, at fólk úr ávísum londum ikki skulu sleppa til USA, bara tí tey eru úr ávísum londum, og annars ikki eru nøkur hóttan fyri amerikanska trygd. Advokatar vilja vera við, at ætlaða forboðið hjá Donald Trump at gera mismun á fólki og er tí í stríð við amerikonsku grundlógina. Bannið ger seg inn á rættin at trúgva, og rakar bara muslimar, søgdu advokatarnir hjá tveimum statum, sum kærdu upprunaliga bannið hjá Trump. Tað eru statirnir Washington og Minnesota sum ikki vilja eftirlíka boðunum frá forsetanum um, hvør skal hava loyvi at koma inn í landið. Tí kærdu teir avgerðina til eina dómara í Seattle í statinum Washington. Hetta er ikki fyrstu ferð, at eini tílík boð ella ein kunngerð frá amerikanska forsetanum sleppur at standa sína roynd í rættarskipanini, sigur Thomas Thorup, advokatur við drúgvum royndum í amerikanskari løgfrøði, við DR. Í 2014 royndi Obama at bjóða fýra milliónum ólógligum tilflytarum at sleppa undan burturvísing, um tey vildu lata seg skráseta. Texas og 25 aðrir statir vóru ímóti, og boðini vórðu tí blokerað í einum ríkisrætti í Texas. Tað sama hendi, tá Obama vildi herða lógina um skotvápn við serligum atliti at vápnasølu. Hetta málið er tó ikki endaliga avgreitt enn. Í 2002 kom táverandi forsetin George W. Bush við eini kunngerð, sum loyvdi NSA at avlurta amerikanskar statsborgarar uttan dómaraúrskurð. Hendan kunngerð bleiv dømd at vera ólóglig í fleiri umførum. Eftir at dómari í Seattle fríggjadagin forðaði fyri innferðarforboðnum hjá amerikanska forsetanum, legði Trump sjálvur eftir dómaranum og kallaði hann láturligan og lovaði, at avgerð hansara at blokera innferðarforboðið verður sett úr gildi beinanvegin. Sostatt sleppa ríkisborgarar úr Iran, Irak, Sýria, Jemen, Sudan, Libia og Somalia framvegis at ferðast til USA, fyribils í øllum førum. Donald Trump hevur eftir blokeringina givið boð um, at fólk, sum koma inn í USA skulu kannast væl og virðiliga. Og hann sigur á Twitter, at rætturin ger hetta arbeiðið sera trupult. Bókin Vágamentan Teir vóru so fittir og galantir er skrivað við støði í MA ritgerð hjá Minu Reinert frá 2007. Hon setti sær fyri at finna broytingar, ið stóðust av, at Vágar vórðu hersettar undir krígnum. Hon kannaði, hvussu viðurskiftini vóru fyri hersetingina, hvussu hon ávirkaði samfeløgini í Vágum, og hvørjar broytingar hersetingin elvdi til eftir heimsbardagan. Vit hátíðarhalda Barnaútvarpið, tí tað hevur verið til í 60 ár. Erling Isholm, søgufrøðingur greiðir frá fyrstu tíðini, tá ið Barnaútvarpið byrjaði, hvussu var tað tá Hvat spældu børnini tá Ein fyrrverandi smádrongur kemur á vitjan, og hann eitur Rudolf Joensen. Hvørjum lurtaði hann eftir í barnaútvarpinum Um nakrar dagar fær Føroya rættur stevning frá Sunda kommunu. Sunda kommuna fer at stevna Mentamálaráðnum, tí ráðið tók aftur loyvið, sum Sunda kommuna fekk til at broyta skúlabygnaðin, so bara fyrsti til triði flokkur vera í skúlunum í Hvalvík og Hósvík. Mentamálaráðið sigur, at fjórði, fimti og sætti flokkur eisini eiga at vera í teimum báðum skúlunum. Tað góðtekur býráðið als ikki. Tað hevur tí einmælt avgjørt at vita, hvat dómsvaldið heldur. Heðin Zachariassen er borgarstjóri í Sunda kommunu. Hann sigur, at tey fingu loyvið frá Birni Kalsø, sum var landsstýrismaður, men Rigmor Dam tók loyvið aftur. Næstseinasti dagurin í rættarmálinum í móti kommunulæknanum, sum er ákærdur fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á 12 kvinnur, skuldi vera í Føroya rætti í dag. Men rættarfundurin varð avlýstur. Á skránni var annars procedura. Tað er dómsviðgerð og merkir, at partarnir í málinum leggja fram sakina soleiðis sum teir síggja hana. Fyrst ákæri, tað er Linda Hesselberg, síðani hjásetin hjá teimum 12 kvinnunum, tað er Christian Andreasen, og at enda verjin hjá kommunulæknanum, Bjørn á Heygum. Tað er her, at partarnir seta fram síni ynski um revsing og endurgjald. Hetta er seinasti lutur í drúgva rættarmálinum. Tveir dagar eru settir av til dómsviðgerð Síðani skal dómarin, Louise Rask Haveg rd, taka støðu til, hvør dómurin skal vera. Vanliga tekur tað eina viku og tí verður roknað við, at dómur fellur umleið hálvan februar. Verður læknin dømdur, kann hann missa læknaloyvi, hann kann fáa fongsulsrevsing upp í fýra ár. Og hann kann verða dømdur at rinda endurgjald til tær 12 kvinnurnar. Kommunulæknin er ákærdur fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á 12 kvinnur. Í øllum 12 førunum er talan um brot á grein 150, 232, 224 og 217. Heilt stutt merkir tað, at kommunulæknin skal, sambært ákærunum, hava misnýtt sína støðu í almennari tænastu, framt blygdanarskemd og í einum føri at hava tvingað eina kvinnu til aðra kynsliga samveru enn samlegu. Sendingin, sum vit hava valt út til tykkum í kvøld, varð send fyri 30 árum síðani, tann 3. februar 1987, og hon ber heitið Tey klæða føroyingar. Hetta er ein rættiliga forvitnislig sending, tí vitjað verður inni á einum av fyrstu ídnaðarvirkjunum í Føroyum, Klædnavirkinum í Gøtu. Har framleiddu tey serliga arbeiðsklæðir til fólk í fiskiídnaðinum og oljuklæðir til sjómenn. Í sendingini verður tosað við fleiri av arbeiðsfólkunum, og við skræddaran og stjóran Jákup Hansen. Ingerð Klein Thorhauge, sum hon eitur nú, bleiv seinni fyrsti kvinnuligi skipari í 170 ára gomlu søguni hjá Cunard reiðarínum. Men tað er in onnur søga. Vit síggja hana í kvøld á brúnni á Vistafjord. Gøtumaðurin Suni Jacobsen í Havn yrkti eitt ótal av V4 sangum, og hann minnist ógviliga væl ta fyrstu tíðina hjá Útvarpinum. Katrin Dahl í Hoyvík minnist, at tíðindi um tey einstøku skipini høvdu serliga stóran týdning ta fyrstu tíðina, tí tá frættist annars einki frá skipum meðan tey vóru burtur. Og maðurin, Petur Dahl, sigur, at tá Útvarpið fór at senda kvøðuljómar, hvurvu fólk sum døgg fyri sól í túninum í Funningi. Zacharias Wang í Hoyvík sigur frá einari stuttligari hending, tá Viderø prestur kom í útvarpsstovuna á Bryggjubakka at greiða frá fólkinum í Ungarn, sum savnað varð inn til eftir innrásina í Ungarn. Arnbjørg Jacobsen á Glyvrum búði í Vágsbotni í 1957 og var sostatt granni hjá nýggja Útvarpinum á Bryggjubakka. Og hagani hevur hon ymisk góð minnir. Nicolina Mikkelsen á Skála, vanliga nevnd Lítla, fór til Íslands at arbeiða fisk tann dagin Útvarpið sendi fyrstu ferð 6. februar 1957. Tað gloymir hon ongantíð. Jógvan Nicodemussen á Sandi, vanliga nevndur Jógvan í Klingruni, var 10 ára gamal tá Útvarpið kom. Hann minnist serliga sendingarnar við mammubeiggjanum, Dánjali í Klingruni. Vit hoyra millum annað Rag in Rag við Helge Grande og Tá sjómaður kemur heim við Jens Lisberg Juel Høgnesen á harmoniku. Lagt til rættis Hanna og Terji Jakobsen. Tað kom rumbul í, tá Fiskimálaráðið seinast í januar lýsti eina nýggja kunngerð um makrelfiskiskapin, hóast skipini sum fiska makrel fingu síni loyvir um 20. desember. Vørn vísti millum annað á, at tað ikki bar til at broyta loyvini hjá skipunum sum høvdu fingið loyvi at fiska makrel, men boðini úr Fiskimálaráðnum fríggjadagin verða hildin, sigur Elmar Højgaard, stjóri í Vørn. Tað verður lættari at fáa serlæknar at koma til Føroya at arbeiða og fáa teir at støðast her, sigur Fíggjarmálaráðið, nú sáttmáli er gjørdur við Serlæknafelagið. Nýggi sáttmálin við Serlæknafelagið er eitt veruligt frambrot. Hetta er fyrstu ferð, at Fíggjarmálaráðið og felagið hjá serlæknunum gera ein sáttmála. Vit hava í nógv ár havt eina ósmidliga og ótíðarhóskandi skipan, sum ikki í nóg stóran mun hevur kveikt hugin hjá serlæknum at flyta til Føroya. Eg vænti, at nýggi sáttmálin fer at gera tað lættari at fáa fleiri serlæknar til Føroya, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum. Eg bæði vóni og vænti, at nýggi sáttmálin við Serlæknafelagið er eitt týðandi fet rætta vegin, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna. Løgtingið fer í morgin at viðgera eitt uppskot frá Akseli V. Johannesen, løgmanni, um at dagføra og herða partin í revsilógini, sum eru um kynslig brotsverk. Funnist verður at, at ásetingarnar í revsilógini um kynslig brotsverk ikki eru dagførdar, síðani revsilógin varð yvirtikin í 2009. Serliga er neyðugt at dagføra ásetingarnar um neyðtøku, um at misbrúka fólk, sum ikki fáa vart seg, og kynsligt samband við ættleidd børn. Harafturat verða nøkur kynslig brotsverk ikki revsað, um tey verða framd í hjúnalagi, ella kann revsingin detta burtur, um partarnir seinni giftast. Herðingarnar í revsiógini skulu koma í gildi 1. mars. Eg fari nú at biðja um ummæli av nýggjum, serliga við støði í at upplýsingar úr fundarfrásøgnunum nú eru almannakunngjørdar í bók. Ætlanin er síðan at viðgera hendan prinsipiella spurning um at veita meirinnlit enn einaferð, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður. Skjølini viðvíkjandi fullveldissamráðingunum um aldarskiftið eru enn ikki so gomul, at tey koma inn undir innlitsreglurnar í skjalasavnslóggávuni, men ganga eftir reglunum í innlitslógini. Løgmaður almannakunnger ikki gomul skjøl frá landsfyrisitingini eftir nakrari systematiskari skipan. Tað er ikki uttan so, at onkur spyr eftir skjølum, at leitað verður eftir teimum, sigur løgmaður. Tí tað finnast eingi hagtøl um demens í Føroyum. Tað ætla tey í Alzheimerfelagnum at gera nakað við. Kanning av títtleikanum av demens á eldraøkinum í Føroyum eitur nýggja verkætlanin hjá Alzheimerfelagnum. Halldis Joensen, limur í Alzheimerfelagnum og Maria Skaalum Petersen, granskari á deildini fyri Arbeiðs og Almannaheilsu, vitjaðu morgunsendingina í morgun, og greiddu nærri frá verkætlanini. Pól Torgeir hevur altíð dámað væl tunnlar. Hann hevði ein lítlan dreym um at arbeiða í kolanáminum. Tí valdi hann at fara í starvslæru í kolanáminum í Hvalba. Serlæknar í Føroyum verða í framtíðini sáttmálasettir ikki tænastumenn, sum fyrr. Og komandi lønarhækkingar fylga lønini í Danmark, ikki í Føroyum. Fíggjarmálaráðið væntar, at tað fer at gera tað lættari at fáa serlæknar til Føroyar at arbeiða Tað var í 2011, at Johan Dahl, táverandi landsstýrismaður í vinnumálum, gjørdi av, at Arbeiðseftirlitið skuldi leggjast inn undir Heilsufrøðiligu Starvsstovuna. Grundgevingin var tá at samanleggingin fór at spara landinum fyrisitingarkostnað. Avleiðingarnar fyri stovnin vóru umfatandi. Starvsfólkatalið minkaði niður í helvt. Men nú skal Arbeiðseftirlitið ikki longur virka undir Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, men í staðin leggjast saman við Brunaumsjón Landsins. Tað er ikki greitt enn, hvussu nýggi samanlagdi stovurin skal eita, men hann fer væntandi at hava 8 starvsfólk, og fer at húsast sama stað, sum Almannamálaráðið og Heilsu og Innlendismálaráðið. Ein kunngerð, sum skal áleggja fólki og fyritøkum at skifta oljutangar, áðrenn teir gerast so gamlir, at teir fara at leka, kemur kanska seinni í ár. Enn er tí kunngerðin, sum Innlendismálaráðið arbeiðir við, meira ein ætlan enn ítøkilig stig at forða fyri oljudálking, sum stendst av gomlum tangum. Tá, í apríl í fjør, vísti eitt yvirlit hjá Umhvørvisstovuni, at 5.000 av teimum 18.000 sethúsaoljutangunum í Føroyum vóru eldri enn 20 ár. Føroya Arbeiðsgevarafelag undrast á, at hybridbilar, blendingsbilar, ikki eru við, nú landsstýrið ætlar at geva teimum, sum keypa sær ein bil, sum brúkar streym ella vetni í staðin fyri bensin ella diesel, meirvirðisgjaldið aftur úr landskassanum, tó í mesti lagi 70.000 krónur Atgongdin til tilfeingið er skeiklað til frama fyri trolarar, og til skaða fyri húkaflotan, og uppskotið hevur við sær, at rættindi varandi verða tikin frá teimum bólkunum. Tað sigur Meginfelag Útróðrarmanna í svari til Landsstýrismálanevndina, sum vildi hava meira at vita um kæruna, sum MÚ sendi nevndini í desember í fjør um ásetingina av fiskidøgum fyri hetta fiskiárið. Felagið vísir á, at tað varð gjørt, uttan at løgtingið hevur fingið upplýsingar, um tað ber til at samtykkja eitt lógaruppskot, sum flytir rættindi millum rættindahavarar, uttan at koma í stríð við tey konsessiónsrættindi, sum løgtingið í lógini um vinnuligan fiskiskap hevur tryggjað rættindahavarunum til 1. januar 2018. Tá fiskidagarnir verða ásettir, áliggur tað landsstýrismanninum at leggja fyri løgtingið allar upplýsingar, ið hava týdning fyri viðgerðina av málinum. Og so vísir felagið á nøkur dømi um tær broytingar sum vórðu gjørdar, at bert húkaflotin misti rættindi, meðan trolararnir varðveittu síni rættindi. Hálvan desember í fjør kærdi Meginfelag Útróðrarmanna Fiskimálaráðið til Landsstýrismálanevndina um fiskidagarnar fyri hetta fiskiárið. Felagið vísti millum annað á, at Fiskimálaráðið er evsti fyrisitingarmyndugleiki, og hevur tí vitan, førleika og royndir, ið eiga at geva tingfólkum grund fyri at halda, at mál haðani eru fyrireikað á slíkan hátt, at tey eru búgvin at viðgera. Við at lata tinginum málið partvís, uttan at upplýsa tingið við øllum skjølum, sum eru til taks ímálinum, og partvís at síggja til uttan at hava viðgjørt heimildargrundarlagið fyri teimum átøkum, ið skotin verða upp, so hevur landsstýrismaðurin tilvitað ella ótilvitað villeitt Løgtingið. Tað er tí uppfatanin hjá MÚ, at tingfólk í roynd og veru hava viðgjørt og atkvøtt í blindum í málinum um fiskidagarnar, segði Meginfelag Útróðrarmanna millum annað í kæruni til Landsstýrismálanevndina. Soleiðis siga fyriskipararnir aftanfyri tiltakið Vika SEX, sum er á apotekinum í Steinatúni í Havn hesa vikuna, og sum varpar ljós á kynslig og kropslig mørk millum ung og børn. Eitt av málunum er at fáa tey ungu at tora at tosa um kynslig viðurskifti og at hjálpa vaksnum at møta teimum ungu har, sum tey eru. Umboð frá Løgregluni fara at vegleiða um, hvat føroyska lógin sigur, og hvussu borgarin fær vart seg fyri kynsligum ágangi á netinum. Vit hátíðarhalda Barnaútvarpið, tí tað hevur verið til í 60 ár. Erling Isholm, søgufrøðingur greiðir frá 80 unum. Hvussu var tað tá Hvat spældu børnini tá Vit tosa við eina fyrrverandi smágentu, og hon eitur Rigmor Dam. Hvat minnist hon frá Barnaútvarpinum Amnesty skuldsetur Sýria fyri at brúka hernaðarfongslið norðanfyri Damaskus sum eitt menniskjaligt sláturhús, har hópavrættingar javnan verða framdar eftir stutta tilvildarliga rættarviðgerð. 84 fyrrverandi fangar, fangavørðar, dómarar og sakførarar vitna um avrættingar, sum, sambært Amnesty, eru brotsverk móti mannaættini. Tey, sum skuldu heingjast vistu ikki, hvat bíðaði teimum, men tey hildu, at tey skuldu flytast til annað fongsul. Tey vórðu í staðin koyrd oman í kjallaran, har tey vórðu dømd og ofta illa viðfarin áðrenn tey vórðu hongd. Dómarnir vóru grundaðir á, at fangin hevði játtað seg sekan, og tað var, sambært Amnesty, gjørt við harðskapi, har fangarnir eitt nú vórðu tvingaðir til at neyðtaka aðrar fangar. Fangarnir fingu ongan sakførara, og flestu fangarnir eru tað, sum rópt verður horvnir og koyrdir í fongsul uttan at familja teirra veit tað. Fangarnir, sum vórðu hongdir, hingu í 10 15 minuttir, og teir, sum ikki vórðu deyðir tá, tóku fangavørðarnir niður og brutu nakkan á, greiðir ein dómari frá. Amnesty hevur tosað við tilsamans 84 vitni, av teimum eru 4 fangavørðar, 31 fangar, dómarar, læknar, sakførarar og altjóða serfrøðingar, og 22 avvarðandi, skrivar svenska kringvarpið. Samrøður við starvsfólk, sum eru og hava verið ímyndin av útvarpinum og sjónvarpinum. Málsligi týdningurin, sum Kringvarpið hevur havt, er eisini til viðgerðar og týdningurin hjá Kringvarpinum sum ein savnandi eind í samfelagnum. Gestir eru Gulla Øregaard, Georg L. Petersen, Jógvan Arge, Árni Gregersen, Jógvan í Lon Jacobsen, Eydna Skaale og Eyðun Andreassen. Í fyrstu atløgu vildu hvørki Eik ella TAKS siga, hvørja niðurstøðu TAKS er komið til í skattaspurninginum, og tað fekk Jørn Astrup Hansen, fyrrverandi stjóra í Eik, at undrast, tí málið viðkemur ikki bara TAKS og Eik, sigur hann. Beint fyri, at sendingin skuldi byrja, fingu Dagur og Vika niðurstøðuna sendandi frá Eik. Niðurstøðan hjá TAKS er tann, at talan er um skattligt goodwill, men virðið er 0 krónur. Tað merkir, at Eik kann ikki draga slakar 100 milliónir krónur frá í skatti, men Eik tekur ikki undir við TAKS í spurninginum um virðisásetingina. Hóst løgmansskrivstovan heldur, at tað er sera álvarsamt, at Sjúrður Skaale í bók síni avdúkar ymiskt í fullveldissamráðingunum um aldarskiftið, fær málið ongar avleiðingar, tí hvørki løgmaður ella løgmansskrivstovan gera meira við tað. Formaðurin í Sambandsflokkinum, sum hevur spurt Aksel V. Johannesen um málið, heldur, at máað verður undan tangarskylduni, og at løgmaður rennur undir ábyrgd. Men summi teirra, sum nú hava evstu ábyrgd av útbyggingini, hava fyri heilt stuttari tíð síðani funnist hvassliga at útbyggingini. Hvussu ber tað til, at Gunvør Balle, sum var ímóti havnarútbyggingini í Havn, tá hon ikki var býráðslimur, hevur eina aðra meining, nú hon er vorðin varaorgarstjóri Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur sent eitt uppskot um at broyta grein 14, stykki 2, í hjúnabandslógini til hoyringar. Sambært uppskotinum kunnu hjún, sum eru borgarliga vígd, í tann mun fólkakirkjan hevur ritual til tess, lata sóknarprest signa hjúnalagið. Landsstýriskvinnan sigur, at endamálið við uppskotinum er ikki at broyta reglurnar um kirkjuliga signing av borgarligum hjúnalagi, men at gera fullkomiliga greitt, at tað er ein innanhýsis spurningur í kirkjuni, og at eingin hevur krav um at fáa nakra halgigerð framda í kirkjuni, sum kirkjan ikki hevur ritual til. Sagt verður í viðmerkingunum til uppskotið, at fólkakirkjan fer ikki at hava nakra løgliga skyldu at gera ritual um at signa hjúnaløg, har hjúnini hava sama kyn, og at politisk ávirkan eigur ikki at verða gjørd galdandi um hetta. Talan er um eitt skattatekniskt mál, sum niðurstøða nú er gjørd um, og fyri okkara viðkomandi er málið nú liðugt, sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í Eik banka. TF Holding eigur Eik banka. TAKS sigur, at hallið, 500 milliónir krónur , sum var í sambandi við, at nýggi Eik banki tók við 70 prosentum av gamla bankanum í 2011, er vissuliga skattligt goodwill hjá nýggja bankanum. TAKS sigur, at talan er um avhending 1. oktober 2010 millum heftar partar. TAKS hevur út frá hesum gjørt sína meting av virðinum á goodwill. TAKS metir, sambært tíðindaskrivi frá Eik, at prísurin fyri 70 prosent av partabrøvunum, sum Fíggjarligt støðufesti seldi TF Holding á vári 2011, er besta boðið upp á upprunastøði. Tað ger, at skattliga goodwill má metast at hava eitt virði, sum er 0 krónur Landsstýrið hevur ikki fingið svar enn upp á umsóknina um sjálvstøðugan føroyskan limaskap í norðurlendska samstarvinum í Norðurlandaráðnum og Norðurlendska ráðharraráðnum. Annita á Fríðriksmørk spurdi um uttanríkispolitisku støðuna hjá Føroyum, millum annað um limaskapin í Norðurlandaráðnum og Ráðharraráðnum. Hon spurdi eisini um uttanríkispolitisku heimildarlógina frá 2005. Poul Michelsen er samdur við løgtingskvinnuna, tá hon sigur, at hendan lógin er orsøkin til, at føroyski uttanríkispolitikkurin er endaður har, hann er nú. Í føroyska uttanríkispolitiska arbeiðinum eru fatanin og tulkingin, sum danir leggja í uttanríkispolitisku lógina, forðingin fyri, at Føroyar fáa sjálvstøðugar avtalur við alheimin og limaskapir í millumtjóða felagsskapum. Neyðugt verður at broyta hesa fatan og finna loysnir, sum gera, at Føroyar uttanríkispolitiskt kunnu virka sjálvstøðugar. Hesum hevur landsstýrið boðað donsku stjórnini frá. Poul Michelsen sigur, at landsstýrið vil endurskoða og broyta uttanríkispolitisku lógina, sum ikki er ein heimildarlóg sum danir siga, at hon er. Løgtingið samtykti lógina sum avtalu millum tveir javnbjóðis partar. Danska stjórnin sigur, at Danmark, Føroyar og Grønland eru eitt ríki, og tí er bara ein avtala við onnur lond galdandi fyri ríkið. Evsta mark, at lata inn boð upp á ullina, er í kvøld á midnátt. Og 14. februar verða boðini latin upp á Búnaðarstovuni. Tað sigur Henrik Old, landsstýrismaður, í svari til Jacob Vestergaard, løgtingsmann. Landsverk og byggifelagið TG Verk eru ósamd um arbeiðið í Marknagili. Ósemjan er um tíggjutals milliónir krónur. og báðir partar hava krøv hvør móti øðrum. Sambært landsstýrismanninum hevur Landsverk ikki rindað pening fyri arbeiði, sum ikki er gjørt. Høvuðsarbeiðstakarin, TG Verk, boðaði frá í oktober í 2015, at felagið steðgaði arbeiðinum, um Landsverk ikki rindaði 15 milliónir krónur fyri arbeiði, sum felagið segði var eyka arbeiði. Men útreiðslur í sambandi við ósemjur og krøv eru lagdar fyri gerðarættin at taka støðu til, sigur Henrik Old, landstýrismaður, í svarinum. Føroysku prestarnir eru á skeið í Hoyvíkar kirkju. Setningurin er, hvussu konfirmatiónsfyrireikingarnar kunnu verða sum samskifti, heldur enn einvegis frálæra. Prestarnir læra millum annað, hvussu tøknin kann brúkast í hesum sambandi, eitt nú hvussu ein fartelefon kann brúkast í konfirmatiónsfyrireikingunum. Jóannis Fonsdal, sóknarprestur í Emdrup kirkju og Finn Andsbjerg Larsen, leiðari av Folkekirkens Konfirmandcenter, sum eru skeiðshaldarar, eru í útvarpsstovuni. Lógarmørk kunnu vit fyrihalda okkum ítøkiliga til, men persónlig mørk eru meira avbjóðandi at fáast við. Men tað mest umráðandi er at tey ungu eru tilvitað um persónlig og almenn mørk. Sigrun Mohr, farmakonom, Mariann Reinert, Løgreglukvinna og Mariann Ellendersen og Hervør Jacobsen, heilsufrøðingar, greiða frá tiltakinum og innihaldinum í VIKA SEX . Síðani 2008 hevur Mikkeller latið barrir upp í eini 9 londum uttanfyri Danmark í fleiri býum í USA, í Barcelona, í Tokya, í Seoul í Suðurkorea, í Bangkok og í Singapore. Í fyrru hoyringini mæltu Stiftsstjórnin, Felagið fyri kirkjuráðslimir og Prestafelagið til at tryggja, at møguleikin verður varðveittur hjá hinskyndum borgaraliga giftum at fáa hjúnabandið signað í kirkjuni. Tað var hann eisini, sambært Mentamálaráðnum, í fyrra uppskotinum. Skal fólkakirkjan signa borgaraliga gift samkynd, skal hon fyrst gera eitt ritual til tess, og tað skal góðkennast í landsstýrinum. Hjún í borgarliga stovnaðum hjúnalagi kunnu, í tann mun fólkakirkjan hevur løggild ritual til tess, lata sóknarprest signa hjúnalagið. Landsstýrismaðurin ásetir greiniligari reglur um hetta. Fólkakirkjan hevur einki løggilt ritual at signa samkynd. Og samanumtikið er eingin broyting í galdandi hjúnabandslóg. Hinskynd hava sama rætt sum tey hava havt síðani 1938. Í Bolero hesa ferð fara vit at spæla tónleik skrivaðan fyri blásarakvintett. Tónleikur eftir Gunther Schuller, Paul Hindemith, Erving Fine og Eric Ewazen. Lagt til rættis Ólavur Olsen. Tað er ein vánalig loysn at brúka 25 milliónir krónur at dagføra ognirnar Eirargarð 14 og 16, sum eru bústovnar hjá fólki, ið bera brek. Tað sigur Felagsskapurin Javni, sum biður landsstýrið byggja nýtt, heldur enn at dagføra 40 ára gomlu og ótíðarhóskandi bygningarnar. Hóast lógaruppskotið um at brúka 25,5 milliónir krónur til at dagføra Eirargarð 14 og 16 enn ikki er lagt fyri løgtingið, so hevur Landsverk boðið út heildarráðgevingina í samband við arbeiðið. Tilboðini skulu vera inni 10. februar. Kjørbreyt var ein vælumtókt sjónvarpsrøð í áttati og fyrst í níti árunum. Hendan sendingin í røðini, sum vit skulu síggja í kvøld, varð send í apríl mánaði í 1990. Fleiri evnir vóru tikin upp í hesum sendingunum, bæði av skemti og tí meira álvarsliga slagnum. Og so er tónleikur eisini. Vertir eru Tróndur Djurhuus og Øssur Winthereig. Leggjast kann afturat, at sendingin er frá tíðini, har mann ikki hugsaði so nógv um longdina av sendingum, hendan Kjørbreyt er ein tíma og fjøruti minuttir til longdar. Bíðilistin eftir bústøðum til fólk við serligum tørvi er ovurhonds stórur í Suðurstreymoy, samstundis sum verandi tilboð í flestu førum eru í bygningum, sum eru í sera ringum standi og illa ella als ikki kunnu brúkast sum bústaðir. Tvinnar orsøkir eru til at dagføra Eirargarð fyrst, áðrenn farið verður at byggja nýtt, sigur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum. Meirilutin í býráðnum í Havn avgjørdi í gjár at sleppa ætlanini um samstarv við smápartafelagið Garbagie um ruskspannirnar í kommununi Eitt samstarv, sum hevði kostað kommununi 17,5 milliónir krónur. Teir pengarnar hevur kommunan ikki, sigur borgarstjórin, Annika Olsen. Hon hevur í dag boðað stigtakaranum í Garbagie frá, at kommunan ikki longur vil vera við. Annika Olsen heldur ikki, at samstarvið við Garbagie hevur kostað kommununi nakað, tí kommunan hevur ikki bundið seg til nakað, tí eingin avgerð er tikin. Maðurin varð handtikin um hálvgum seks tíðina í gjárkvøldið. Hann er skuldsettur fyri at hava framt harðskap móti einum manni síðst í 30unum. Vaktleiðarin á politistøðini, Heri Andreassen, sigur, at møguliga hevur maðurin brotið okkurt í høvdinum. Grundlógaravhoyringin byrjaði klokkan 13 30 í dag. Hetta er fyrsta harðskapsmál í ár. Samanbera vit við sama tíðarskeið í fjør, so høvdu tá longu verið 15 harðskapsmál frá 1. januar til 8. februar, sigur Heri Andreassen. Evsta mark, at søkja starvið sum tekniskur stjóri hjá Klaksvíkar kommunu, var úti á middegi mánadagin, men tá hevði kommunan bara fingið fýra umsóknir. Bókin Vágamentan Teir vóru so fittir og galantir er skrivað við støði í MA ritgerð hjá Minu Reinert frá 2007. Hon setti sær fyri at finna broytingar, ið stóðust av, at Vágar vórðu hersettar undir krígnum. Hon kannaði, hvussu viðurskiftini vóru fyri hersetingina, hvussu hon ávirkaði samfeløgini í Vágum, og hvørjar broytingar hersetingin elvdi til eftir heimsbardagan. Eik banki kann ikki draga hálva milliard krónur frá í skatti og fáa skattalætta uppá slakar 100 milliónir krónur. TAKS hevur boðað frá, at avgerðin er endalig. Avgerðin hjá TAKS, sum nú er endalig, fær ikki rættarligar avleiðingar í Eik banka. Tað metir Jan Lamhauge, tíðindamaður í Kringvarpinum, sambært útvarpinum. Málið fær ikki nakrar avleiðingar í Eik. Skattalættan fær bankin ikki, men eingin í bankanum, red. verður sektaður í málinum, sigur Jan Lamhauge. Hjá TAKS, mótpartinum í stóra skattamálinum, sum byrjaði í februar í fjør, tá ivi varð sáddur um frádráttin hjá bankanum, er heldur ikki greitt, hvørjar avleiðingarnar verða. Vit hava einki hoyrt um avleiðingarnar í TAKS. Vit kunnu í øllum førum staðfesta, at hetta má vera tað størsta mistakið hjá TAKS, sigur Jan Lamhauge. Vit hátíðarhalda Barnaútvarpið, tí tað hevur verið til í 60 ár. Erling Isholm, søgufrøðingur greiðir frá fyrstu tíðini, tá ið Barnaútvarpið byrjaði, hvussu var tað tá Hvat spældu børnini tá Ein fyrrverandi smádrongur kemur á vitjan, og hann eitur Svein Magnason. Hvat minnist hann frá Barnaútvarpinum Tað finst eingn yvirskipað ætlan, og eingin yvirskipaður umhvørvispolitikkur. Tí er lítið sannlíkt, at vit røkka tí málinum, sum eitt samt løgting setti í 2009. Umhvørvisstovan vil hava búskaparliga stýring og avgjøld og dálkandi orku. Men landsstýriskvinnan í umhvørvismálum, Sirið Stenberg ætlar ikki at leggja avgjøld á tungolju og aðrar dálkandi orkukeldur. Nú snýr tað seg um at fáa fólk at leggja um til el, og tí skal ravmagn ikki dýrka óneyðuga nógv, sigur hon. Í hesum radaranum tosa vit við Suna Petersen av Umhvørvisstovuni, Teresu Jákupsdóttir, sum er útbúgvin í klimastrategi og landsstýriskvinnuna í Umhvørvismálum, Sirið Stenberg. Hoyr eisini samrøðuna við Heina Zachariasen, sum hevur eina fyritøku í Silicon Vally, har 100 av teimum stóru tøkniligu fyritøkunum hava stevnt amerikanska forsetanum Donald Trump. Londini í Útnorðri fara ivaleyst at fáa geopolitiskar fyrispurningar, nú støðan í heiminum er broytt. Geopolitikkur er sambandið millum politikkin hjá londunum og landafrøðina. Løgtingið fer á tingdungi klokkan 13 30 í dag at viðgera áheitan frá Útnorðurráðnum um at skipa fyri ráðstevnu um støðu landanna til nýggja geopolitiska veruleikan. Men nú er aftur kólnað millum NATO og Russland. Hetta fer at skumpa Føroyar, Ísland og Grønland inn aftur á geopolitiska pallin, sigur Útnorðurráðið. Útnorðurráðið vil eisini hava landsstýrini og stjórnina at stuðla umsóknini hjá Útnorðurráðnum um at fáa eygleiðara í Arktiska ráðið. Útnorðurráðið vil eisini hava landsstýrini og stjórnina at gera frágreiðing um, hvussu til ber at stovna eftirskúlar í teimum trimum londunum, eftirskúlar fyri 14 til 17 ára gomul í Útnorðri. Umleið 100 føroyingar hava fingið staðfest cøliaki, men Cøliakifelag Føroya væntar at eini 400 hava sjúkuna tilsamans í Føroyum. Trupulleikin er bara, at tey ikki vita av at tey hava sjúkuna, tí hon kemur í bland við aðrar sjúkur. Cøliaki Soleiðis gert tú eitur nýggi faldarin, sum Cøliakifelag Føroya hevur givið út. Faldarin er millum annað at fáa á apotekinum. Seks línuskip hava verið á Flemish Cap í ár. Tey eru Klakkur, Kambur, Stapin, got, Eivind og Váðasteinur. Tey fingu tveir túrar hvørt. Sambært yvirliti hjá Vørn hevur Klakkur fiskað mest. Hann var komin upp í 682 tons týsdagin. Kambur hevði 607 tons, Eivind 517 og Stapin 476 tons got, sum er á veg heim, hevur góð 446 tons, og Váðasteinur var komin upp í 209 tons týsdagin. Váðasteinur er einasta skipið, sum ikki hevur frystarí. Sosialu miðlarnir á døgum Luthers høvdu avgerandi týdning fyri reformatiónina. Men merkir tað, at vit ókritiskt skulu kasta okkum í føvningin á Facebook og hinum sosialu miðlunum, so at Mark Zuckerberg kann gerast ríkari, meðan lív okkara kanska gerst fátækari Jóannis Fonsdal, sóknarprestur, Cand. theol. og Cand. IT lýsir bakgrundina og tilgongdina í luthersku reformatiónini. Her verður hugsað um leiklutin hjá sosialu miðlunum á døgum Luthers. Eisini verður mett um nýtsluna, týdningin og virðið av sosialu miðlunum nú. Hóast TAKS fyrst gav Eik banka ta fatan, at bankin hevði rætt til ein skattafrádrátt uppá umleið 90 milliónir krónur fyri síðani at koma til ta niðurstøðu, at bankin kortini ikki hevði rætt til nakran frádrátt, so tekur stjórin fyribils ongar avleiðingar av málinum. Eyðun Mørkøre hevur tó biðið Fíggjarmálaráðið um at gera eina kanning av arbeiðnum hjá TAKS í júst hesum málinum. Aðalstjórin í Fíggjarmálaráðnum, Bjarni Askham Bjarnason, váttar, at aðalráðið mikudagin var á fundi við TAKS um skattafrádráttin hjá Eik banka, og at TAKS á fundinum bað Fíggjarmálaráðið gera eina kanning av TAKS og hvussu stovnurin hevur handfarið ítøkiliga málið. Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, segði við útvarpið mikukvøldið, at hon hevur fult álit á stjóranum á TAKS, og at hann verður sitandi, meðan kanningin fer fram. Mánakvøldið, í sendingini Degi og Viku, hoyrdu vit at landið ikki hevur nakra yvirskipaða loysn um integratión, men at arbeitt verður við eini nýggjari skipan. Eitt nú eru tey við at fáa eina tulkatænastu at virka. Men møguleiki er hjá stovnum, felagsskapun og fyritøkum sum taka móti fremmandafólkum, at fáa hjálp at taka ímóti hesum fremmandafólkum. Tað er serliga á mentannarliga økinum at tað stendur á, siga Lív Justinussen, MSc. í kliniskari sálarfrøði og Kristiana Ward Finnsson, sum hevur eina B.A. í Intercultural Studies. Tær hava nomið sær serkunnleika innan mentannaliga integratión. Útvarpsleikir eru aftur vorðnir sera vælumtóktir í londunum rundan um okkum, og seinnu árini eru fleiri kendar sjónvarpsrøðir gjørdar til útvarpsleik. Útvarpsleikir eru eisini millum mest krevjandi sendingar í útvarpi, bæði í tilgerð og fígging, men ein góður útvarpsleikur er útvarp á hægsta stigi. Í sambandi við at tað 6. februar 2017 eru 60 ár liðin, síðan útvarpið í Kringvarpi Føroya fór at senda, lýsir Kringvarpið við hesum til kapping um at skriva handrit til føroyskan útvarpsleik. SAMTÍÐ Endamálið við kappingini er at eggja til at skriva nýggjar útvarpsleikir og at fáa til vegar nýggj handrit at brúka í Kringvarpi Føroya. Handritini skulu vera soleiðis, at tey sum liðug útvarpssending geva lurtarum góðar søgur og upplivingar, sum eisini lýsa umstøður og kenslur í okkara samtíð. Harafturat skal leikritið hugsast sum ljóðmynd, sum stuðlar uppundir huglagið í leikinum. TREYTIR Dentur verður lagdur á, at handritið til nýggjan føroyskan útvarpsleik endurspeglar nútíðarsamfelagið. Handritið skal vera til leik, sum varir umleið 30 minuttir í útvarpi. Hetta svarar vanliga til 12 15 síður. Leikararnir skulu vera í minsta lagi tveir og í mesta lagi átta í tali. Handritið skal vera klárt hjá teknisku framleiðslu útvarpsins at seta í verk og skal vera skrivað á føroyskum máli. Dómsnevndin hevur rætt til ikki at lata virðislønina, um hon heldur, at tey innkomnu handritini ikki eru virðislønarverd. VIRÐISLØN Latin verður ein virðisløn uppá 25.000 krónur til vinnandi handritið. Onnur virðisløn er 10.000 krónur. Vinnandi útvarpsleikurin verður sendur í Kringvarpi Føroya. Harumframt verður eisini eitt úrval av innkomnu handritunum sent í Kringvarpinum. DÓMSNEVND Til at viðgera tey innsendu handritini er ein dómsnevnd sett. Í nevndini eru Jenny Petersen, Bergur D. Hansen, Elin á Rógvi og Páll Danielsen. FREIST Handritið til nýggjan føroyskan útvarpsleik skal latast dulnevnt við frámerki. Saman við handritinum skal latast inn afturlatin brævbjálvi við sama frámerki uttan og við navnaseðli í og sum sigur, hvør ið hevur skrivað. Handritið skal latast inn í seinasta lagi 20. apríl 2017. Um ivamál eru, ber til at venda sær til Barbaru Samuelsen, leiðara fyri deildini Mentan. Telefon 296610. Teldupostadressa. Maðurin varð handtikin um hálvgum seks tíðina fyrrakvøldið. Hann er skuldsettur fyri at hava framt harðskap móti einum manni síðst í 30 unum. Skuldsetti skal hava sligið, sparkað og trampað hann í høvdið, so at neyðugt varð at flyta hann á Landssjúkrahúsið. Hetta er fyrsta harðskapsmál í ár. Samanbera vit við sama tíðarskeið í fjør, so høvdu tá longu verið 15 harðskapsmál frá 1. januar til 8. februar, segði Heri Andreassen, vaktleiðari á politistøðini, við útvarpið í gjár. 80 fólk eru útvald sum føroyskir ambassadørar, og hesi skulu royna at fáa útlendsk tiltøk til Føroyar, so sum fyrilestrar, ymiskar ítróttarkappingar og mangt mangt annað. Hóast TAKS fyrst metti Eik Banka hava rætt til útivið 100 milliónir í skattafrádrátti, fyri síðani at koma til eina aðra niðurstøðu, so verður eingin óheft meting gjørd av, um bankin kann sektast fyri at hava givið myndugleikunum ófullfíggjaðar upplýsingar. Tordur tók í 1983 við sum leiðari á nýbygda Røktar og ellisheiminum í Runavík. Samstundis fluttu tey til Eiðis at búgva. Tordur var við at stovna brævbjálvavirkið Tonito og uppi í at fáa Norðís latið upp aftur sum flakavirki. Tað eydnaðist í 1998. Hann var valdur á ting í 1984 og sat í 14 ár. Eitt skifti í 1989 var hann í landsstýrinum. Í 1992 var flokkurin stovnaður av nýggum sum Miðflokkurin. Tað tók honum dygt, tá hann ikki varð afturvaldur. Hann fór við konu og synum til Kummiut í Eysturgrønlæandi at starvast sum sjúkrarøktarfrøðingur. Tað var ein øðrvísi uppliving. Áhugafelagið Samfelagið skipar fyri almennum tiltaki um veljarakanningar í Posthúskjallaranum í Havn í kvøld, hóskvøldið, klokkan 19. Tónleikurin fyllir nógv Kringvarpinum, og umleið 40 prosent av tónleikinum er føroyskur. Elin Brimheim Heinesen og Edvard Nyholm Debes siga sína meining um týdning, fjølbroytni og framtíð. Eyðfinn Jensen, tónleikasamskipari, greiðir frá bygnaði og tónleikapolitikki. Filmsfestivalur verður í Norðurlandahúsinum um vikuskiftið prátað verður við Jan Berg Jørgensen, filmserfrøðing og fyriskipara, eitt nú um skránna og um framtíðina hjá føroyskari filsmlist og filmsmentan. Steinprent fekk Heiðursgávu Landsins, og Mentanarkaf in skiftir orð við Fríðu Matras Brekku og Jan Hartvig Andersson, leiðara. Ivan Niclasen, mentanarsamskipari hjá Kringvarpinum, svarar spurningum um mentanarpolitikk í Kringvarpinum, sum hevur verið umrøddur í seinastuni. Var Magnus Heinason ein hetja ella eitt bølmenni. Í sendingini verður tosað við søgufrøðingin Páll Nolsøe, sum hevur skrivað bók um Magnus Heinason. Anna Malan Jógvansdóttir varð herfyri heiðrað av Mentamálaráðnum við virðislønini til ungt listafólk. Vit vitjaðu hana í heimbygdini. Myndirnar eftir Beintu av Reyni eru vorðnar til við íblásti úr eitt nú filmum, tónleiki og tí siðbundnu myndlistini. Harumframt eru tær ein viðmerking til okkara leiklut sum menniskju i einum alheimi. Beinta greiðir frá um framsýningina Infinity. Eingin veit, hvussu leingi, øll strategiin hjá Fiskimálaráðnum í samráðingunum við hini strandarlondini um uppsjóvarfiskin lá alment frammi á heimasíðuni hjá Uttanlandsnevndini hjá Løgtinginum. Heldur ikki ber til at siga, hvussu nógv sóu hana, meðan hon var har. Tøkniliga er eingin skipan hundrað prosent trygg, men menniskjalig mistøk skulu ikki henda aftur, sigur Jonhard Klettheyggj, løgtingsstjóri. Júst, hvat er hent, veit hann ikki. Men tað var eitt óhapp, at skjølini endaðu á heimasíðuni. 50 ár eru liðin, síðan Jógvan Arge fór í journalistlæru. Longu sum 12 ára gamal fór hann at hjálpa til á Bryggjubakka, og hann hevur starvast í Útvarpi Føroya í samfull 47 ár. Í summar verður Jógvan 70 ár. Nú 60 ár eru liðin, síðan útvarpið fór at senda, tosa vit við Jógvan Arge um útvarpið sum týðandi part av hansara lívi Vit hátíðarhalda Barnaútvarpið, tí tað hevur verið til í 60 ár. Erling Isholm, søgufrøðingur greiðir frá tíðini, hvørjar hava yrvirskriftirnar verið og hvat hevur eyðmerkt seinastu sjey árini. Eisini greiða børn og ung frá, hvat tey minnast frá barnaútvarpinum. Tað lá í kortunum, at Føroyar skuldu hava verri rating í ár. Tí eri eg sera fegin um hetta. Tað sigur Malan Johansen, stjóri í nýstovnaða Landsbankanum, eftir at tað í gjár varð greitt, at Føroyar varðveita kredittratingina hjá greiningarfyritøkuni Moody s. Útbyggingin verður ikki liðug í 2018, men í 2021 sambært tíðarætlanini, sum nú er. Millum annað kostar verkætlanarleiðslan fimm milliónir krónur frá 2019 til 2021. Samstundis eru sparingar gjørdar, bæði tá verkætlanin varð gjørd, og eftir at tilboðini komu. Í samráðingum hjá Landsverki við byggifelagið, sum skal gera arbeiðið, eru spardar sjey milliónir krónur. Labour og SNP royndu at forða uppskotinum í at verða samtykt, men konservativi flokkurin syrgdi fyri, at uppskotið frá stjórnini varð samtykt óbroytt. Nú skal Yvirhúsið taka støðu til uppskotið, áðrenn stjórnin kann geva boð um at seta grein 50 í Lissabon sáttmálanum í verk, og tá byrjar tilgongdin at taka Bretland úr ES. Og tað verður gjørt áðrenn mars mánaður er liðin, hevur Teresa May, forsætisráðharri, boðað frá. Samstundis fer Bretland undir samráðingar við ES um framtíðina, og tá tær samráðingarnar eru lidnar, væntandi um eitt ár, skal politiska skipanin góðkenna ella vraka samráðingarúrslitið. Teresa May hevur gjørt greitt, at fær hon ikki undirtøku fyri at fara undir samráðingar við hini ES londini, fer Bretland úr ES, uttan at nøkur avtala er gjørd, og talan verður ikki um nakrar nýggjar samráðingar. Bretska stjórnin ætlaði ikki at leggja nakað uppskot fyri parlamentið um samráðingarnar við ES, men hægstirættur kom til ta niðurstøðu, at tað mátti stjórnin gera, fyri at ætlaninar kundu gerast veruleiki. Vit hoya Jens Jacobsen skipa Gøtuskeggjar í Dansifelagnum. Martin Tórgarð skipar Havburd Konge og Sivard Konge. Dansifelag Kaggans kvøður Fípuna Føgru. Marjun Berg skipar. Síðani kvøður Dansifelagið í Havn Streingirs vísu og Runsivalstríð. Ávikavíst skipa Sigmund í Hovík og Niels á Velbastað. Sendingin er millum tær elstu reportasjurnar hjá Kringvarpinum og er frá 1957. Niels Juel var ein túr við hvalabátinum, Sumba, og sigur sera livandi frá, tá teir skjóta hvalin, og tí sum annars fer fram Í Sparta hesaferð hoyra vit, hvussu tað er blivið alsamt meira vanligt at renna í Føroyum seinastu 30 árini. Borðtennisfelagið Tór eigur Heimavøllin. Forlagið Sprotin gav út bókina í 2015, Edward Fuglø hevur gjørt kápumyndina til føroysku útgávuna. Sonja Kjølbro hevur staðið fyri umbótingini. Hjá kvinnunum hittast Fleyr og TB kl.13 og kl.15 bresta SÍ og KÍF saman. Hjá monnnunum hittast ÍF og S í fyrru hálvfinaluni kl.17, og í seinni hálvfinaluni hittast Fleyr og Ternan, hon byrjar kl.19. Kringvarpið stroymir allar hálvfinalurnar leygardagin og leinkjurnar verða at finna her á heimasíðuni og á facebookvanganum hjá 3 2. Í Trongisvági verður fimta Grandprix kappingin í borðtennis avgreidd leygardagin, og í Klaksvík skipar Ægir fyri svimjistevnu. Ægir stevnan er næstseinasti møguleiki hjá føroyskum svimjarum at klára oyggjaleikakravtíðina. Higartil hava níggju føroyskir svimjarar tryggjað sær luttøku á oyggjaleikunum í summar. Treysti, Hvirlan og Bragdið hava sent 50 ungar íðkarar til Stórmót kapping í frælsum ítrótti í Íslandi hetta vikuskiftið, og so verða seinnu hálvfinalurnar í steypakappingini í hondbólti spældar sunnudagin. Hjá kvinnunum tekur Neistin ímóti VB kl.15, tann dysturin verður spældur í Høllini á Hálsi. Neistin vann fyrru hálvfinaluna í Vági við fimm málum. Seinna hálvfinalan hjá kvinnunum verður spæld kl.19, tá ið Kyndil tekur ímóti VÍF. Kyndil vann fyrru hálvfinaluna í Vestmanna við 10 málum. Hjá monnunum hittast VÍF og H71 í Vestmanna kl.15. H71 vann fyrru hálvfinaluna við trimum málum, og hin hálvfinalan verður á Skála kl.19, tá ið StÍF tekur ímóti Neistanum. Neistin vann fyrra dystin við fýra málum. Dysturin á Skála ímillum StÍF og Neistan verður stoymdur, og leinkjan verður at finna her á heimasíðuni og á facebookvanganum hjá 3 2. Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, hevur álit á TAKS, hóast hon nú vil hava kannað, um málsgongdin hjá TAKS var nøktandi í Eik málinum, sum kundi havt kostað landskassanum 92 milliónir krónur. Eingin óheft metin verður gjørd, um Eik gav Taks skeivar upplýsingar í fyrru viðgerðini av skattamálinum, sum endaði við, at bankin fekk játtaðar fóðar 90 milliónir krónur í skattafrádrátti úr landskassanum. Taks metir, at tala var hvørki um tilvitaða villleiðing ella grovt ósketni, tá Eik segði seg hava mist eina hálva milliard krónur. Hoyr samrøðuna við 33 ára gamla Silas Olofson, sum hevur búð í Turkalandi í fýra ár, har hann hevur virkað sum prestur í eini samkomu. Tað verður einki stríðsval í Fótbóltssambandinum, tí í gjárkvøldið boðaði MB Fótbóltssambandinum frá, at felagið hevði tikið aftur sítt uppskot um at velja Høgna í Stórustovu til forseta í FSF. Tað váttar aðalskrivarin í FSF, Virgar Hvidbro fyri in.fo. Tað var klokkan gott níggju í gjárkvøldið, at FSF fekk boðini frá MB um, at felagið tók uppskotið um Høgna í Stórustovu aftur. Tað var eisini í seinastu løtu at felagið í fyrrakvøldið mælti til at velja Høgna í Stórustovu til forseta í FSF, tað hendi fáar minuttir fyri miðnátt, tá freistin var úti. Einki annað uppskot er til forseta í FSF, uttan Christian Andreasen, sum fleiri feløg hava skotið upp, skal halda fram, og tí er ikki forsetaval á skránni á aðalfundinum sum verður næsta leygardag. Forsetin hevði við fyriskipan sett fyribils bann fyri, at borgarar í sjey muslimskum londum skuldu sleppa inn í landið. Ein lægri rættur hevði sett innferðabannið úr gildi. Málið varð kært, og í gjár staðfesti ríkiskærurætturin úrskurðin um, at innferðarbannið ger seg inn á grundlógina og skal ikki setast í gildi aftur. Teir tríggir dómararnir siga í úrskurðinum, at stjórnin ikki hevur prógvað, at yvirgangshóttanir rættvísgera, at bannið skal setast í gildi aftur. Úrskurðurin merkir, at fólk úr Iran, Irak, Libya, Somalia, Sudan, Sýria og Yemen, sum hava innferðarloyvi, framvegis sleppa inn í USA. Fyribils innferðarbannið, sum eisini rakti flóttafólk, er somuleiðis sett úr gildi, sambært dóminum. Kærurætturin avvísti grundgevingina hjá stjórnini um, at forsetin hevur treytaleysan rætt at avgera tilflytarapolitikkin. Somuleiðis sigur rætturin, at eingi prógv eru fyri, at nakar útlendingur frá londunum á listanum hevur framt yvirgangsatsókn í USA. Øðrumegin hevur trygdin í landinum og møguleikin hjá forsetanum at seta politisk tiltøk í verk stóran almennan týdning, stendur millum annað í úrskurðinum. Hinvegin hevur tað somuleiðis stóran almennan týdning, at fólk hava frítt at ferðast, at familjur ikki verða skildar sundur, og at mismunur ikki verður gjørdur, stendur í úrskurðinum, har niðurstøðan er, at fyriskipanin hjá Donald Trump, forseta ger seg inn á grundlógartryggjað rættindi. Úrskurðurin fall ikki í góða jørð í Hvítu Húsunum. Donald Trump skrivaði beinanvegin soleiðis á Twitter Vit síggjast í rættinum Trygdin í landi okkara er í vága Eftir øllum at døma endar málið nú í Hægsta rætti. Vit koma út í hvønn krók og tí er ein av okkara fremstu uppgávum, at styrkja samleikan hjá føroyingum, sigur Barbara Samuelsen, mentanarleiðari í Kringvarpinum. Tónleikur eru minnir og fólk seta hann í samband við okkurt tey hava upplivað, sigur Petur Rouch, sum hugagóður hevur havt Rót og Rútmu meira enn 970 ferðir fyrrapart leygardag í Útvarpinum. Ein serligur bólkur av starvsfólki situr einaferð um vikuna og lurtar eftir nýggjum tónleiki. Tað er tónleikaráðið, sum velur út hvat skal í umfar í Útvarpinum. Jógvan Arge hevur nærum verið við frá byrjan av á Bryggjubakka. Hann sigur, at størsta framstigið var, tá Útvarpið fekk síni egnu hús í 1981. Og Jákup Magnussen og Lola eru væl uppløgd, tá tey undirhalda lurtararnar í Plátubarrini leygarkvøld. Ein av spurningunum í kvøld er, um Lola roykir Prince ella Prince Light. Tórður Mikkelsen er vertur og Eir í Ólavstovu hevur verið fotografur og hevur eisini klipt tey fimm videoinnsløgini, sum verða løgd á heimasíðu Kringvarpsins tær næstu vikurnar. Innsløgini lýsa fjølbroytta virksemið í Kringvarpinum. Tað er flokkurin Siumut, sum hevur mælt til at Lars Emil Johansen verður formaður í nevndini. Hann sigur við KNR , at hann klárar bæði starvið sum formaður í tinginum og at vera formaður í grundlógarnevndini. Ætlanin er, at grundlógarnevndin skal fara til verka í vár, og gera eitt uppskot til grundlóg. Enn er kortini ikki greitt, hvat nevndin skal leggja størst dent á. Men grundlógin skal seta út í kortið, hvussu Grønland skal virka í framtíðini. Tí vóna grønlendsku politikararnir, at grønlendingar fara at geva til kennar, hvat tey hugsa um grundlógararbeiðið. Spurnartekin er sett við, um grundlógararbeiðið bara skal vera á grønlendskum, um Lars Emil Johansen verður formaður í nevndini. Tað sigur hann seg ikki hava nakrar ætlanir um. Eg haldi, at grundlógin skal vera fyri alt tað grønlendska fólkið, eisini tey sum ikki nýta grønlendska málið, sigur Lars Emil Johansen. Ársins Ambassadørátak 2016, bleiv HM og EM undanfinalurnar hjá Hondbóltssambandi Føroya, har Kristian Johansen og Gunn Ellefsen fingu heiðurin. Ársins Ambassadørur 2016 bleiv Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum, Og síðani var ein heilt serligur heiður givin Virgar Hvidbro úr FSF, sum, á heilt serligan hátt, hava sett Føroyar á heimskortið gjøgnum nógv ár. Ársins Ambassadørátak 2016 Kristian Johansen og Gunn Ellefsen úr Hondbóltssambandi Føroya Grundgeving frá dómsnevndini Hondbóltssambandið hevur framt eitt bragd í 2016 og januar 2017 við at fáa undankappingar, bæði í EM og HM, til Føroya. Tey vóru heppin við lutakasti, men sanniliga eisini dugnalig við samráðingum at fáa ávikavist EM undan undankappingin hjá monnum, U21 HM undankapping hjá monnum og HM undankapping hjá kvinnum til Føroya. Við hesum kappingum, eydnaðist tað teimum at fáa tilsamans umleið 210 vitjandi til Føroya, úr londum sum Makedonia, Íslandi, Eysturríki, Finnlandi, Sveis, Ísrael, Grikkalandi, Ungarn, Lettlandi, Noregi, Belgia, Póllandi og Kýpros. At savna so nógv fólk í lágárstíð er júst í tráð við aðalmálið at økja um ferðafólkatalið í lágárstíð, ið er í sera stóran mun við til at gera føroysku ferðavinnuna meira fíggjarliga burðardygga. Ársins Ambassadør 2016 Súni Selfoss úr Starvsmannafelagnum Grundgeving frá dómsnevndini Súni Selfoss hevur verið ein sera virkin ambassadørur í 2016. Hann hevur skipað fyri tveimum størri ráðstevnum og einum altjóða fundi. Við sínum frámúr alt ber til hugburði og síni sera stóru sjónligheit í altjóða fakfelagsrørsluni, var tað nærmast ein sjálvfylgja, at stórir bólkar úr londum rundan um okkum komu á gátt hjá honum og Starvsmannafelagnum. Eisini hevur Súni staðið á odda fyri stásiliga fundarhølinum Smæruni, har millum annað tolkaútgerðin er so góð, at tolkar sjálvir eru farnir at marknaðarføra Føroyar sum eitt frálíkt stað at halda fundir. 187 norðurlendskar gestir hevur Súni megnað at fingið til Føroya, sum koma ymsastaðni úr fakfelagsrørsluni. Heiðursbræv Virgar Hvidbro úr Fótbóltssambandi Føroya Grundgeving frá dómsnevndini Fótbóltssamband Føroya hevur í eitt langt áramál havt ein sera stóran leiklut í arbeiðinum at seta Føroyar á heimskortið á jaligan hátt. Við hørðum arbeiði, dugnaskapi og áræði hevur Fótbóltssamband Føroya fyriskipað nógv tiltøk, sum hava fingið fleiri tíggjutúsund fólk til Føroyar úr ymiskum londum kring heimin, bæði í hág og lágárstíð. Hetta hevur havt alstóran týdning fyri ferðavinnuna í Føroyum. Í dómsnevndini vóru Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, Theresa Turidardóttir Kreutzmann, stjóri í Visit Tórshavn og Árni Olsen marknaðarstjóri í Atlantic Airways. Tað munnu vera fáir føroyingar, sum enn siga seksti staðin fyri trýss . Eyðun Á Borg heldur at tað er harmiligt, at vit hava slept gamla mátanum at siga tøl. Í november í 2010 bað løgmaður donsku stjórnina um at dagføra lógina. Síðani 2012 hevur Dátueftirlitið biðið um at fáa lógina dagførda. Galdandi lóg í Føroyum kom í gildi 1. juli 1988. Hon er ikki broytt síðani. Lógin setir bann fyri at samkoyra skráir við persónsupplýsingum. Sambært viðmerkingunum um ríkislógartilmælið hevur einki eftirlit sum so verið við edv skráunum hjá ríkismyndugleikinum í Føroyum síðani 2000. Sostatt hevur eingin veruligur eftirlitsmyndugleiki verið síðani 2000, tó so, at tá ivamál hava verið, er spurningurin vístur til danska Løgmálaráðið. Ein av kunngerðunum, sum verður sett í gildi, eftir at dagførda lógin er sett í gildi tann 1. juli, fer at heimila politinum í Føroyum at útflýggja barnaváttanir. Tá fer at vera møguligt hjá føroyskum myndugleikum at krevja barnaváttan í ávísum førum. Fólkaatkvøðan um stjórnarskipan verður flaggdagin 25. apríl í 2018. Tað hevur løgmaður kunnað floksformenninar um á fundi í morgun. Landsstýrið miðar eftir, at ein breiður meiriluti í Løgtinginum og fólkinum fer at taka undir við nýggju stjórnarskipanini, skrivar Løgmansskrivstovan á heimasíðuni. Mín uppgáva seinastu mánaðirnar hevur verið at samansjóða øll sjónarmið, so ein breið semja fæst um ein so grundleggjandi spurning sum eina stjórnarskipan. Tað er einki dulsmál, at flokkarnir eru ójavnir á máli um ymiskar lutir í stjórnarskipanini. Hetta hevur ávirkað tilgongdina, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður. Eftir ætlan skuldi fólkaatkvøðan verða í heyst, men nú verður hon mikudagin 25. apríl 2018. Løgmaður ætlar at leggja stjórnarskipanina fyri Løgtingið á ólavsøku. Fyrsta sending í eini røð um hernaðarmálið í fimtiárunum, tá NATO sum liður í verju síni í kalda krígnum legði ætlanir um at byggja radarstøð á Sornfelli. Tá løgmaður, Petur Mohr Dam, kom aftur av samráðingarferð í Danmark, møtti honum stór mótvælisgonga á kaiini. Tveir ungir menn eru skuldsettir í málinum, men teir nokta seg sekar. Menninir hava verið undir illgruna alla tíðina, síðani eldurin var. Húsini, sum ikki vórðu brúkt sum sethús, men til at fundast í, fingu stóran skaða í eldinum. Húsið varð ikki gjørt aftur. Tað varð tikið niður herfyri. Við í kanningunum hjá politinum vóru tveir skutarar, sum minni enn eitt samdøgur fyri eldin í húsinum við Tinghúsvegin, vórðu funnir uppkolaðir aftan fyri húsini við Tinghúsvegin. Løgmaður leggur seg nú út í kjakið um skattamálið millum TAKS og Eik.Við Sosialin sigur Aksel V. Johannesen, at hann undrast á, at føroyingar ikki fáa at vita, hvør orsøkin er til endaligu niðurstøðuna. Eik Banki hevur út við helvtina av bankakundunum í Føroyum, og kundi tí havt áhuga í, at føroyingurin ikki illgitti um, hvørt bankin tilvitað ella av grovum ósketni hevur roynt at lumpað landskassan. So leingi lok verður lagt á málið, verður latið upp fyri illgitingum, sigur løgmaður við Sosialin í dag. Eik skyldar Føroya fólki at greiða frá, hvat stendur í niðurstøðuni. Upphæddin er so stór, at Føroya fólk hevur rætt til at vita, hvat hendi, sigur Poul Michelsen við Sosialin. Tá verður okkum greitt, hvussu TAKS hevur handfarið málið, og hetta fer vónandi at tryggja, at borgarin eisini framefitr fer at hava álit á TAKS, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður við Sosialin í dag. Øll árini, síðan Útvarp Føroya kom í oyra fyri 60 árum síðan, hevur útvarpið havt stóran týdning fyri útbreiðsluna av føroyskum og útlendskum tónleiki í Føroyum og útvarpið hevur eyðsæð havt stóra ávirkan á, hvat føroyingar hava lurtað eftir og ikki. At myndin nú er nógv broytt, er lætt at staðfesta. Hvønn týdning hevur Kringvarpið í dag fyri føroyskan tónleik og útbreiðsluna av tónleiki sum heild Og hvussu megnar Kringvarpið sum mentanarstovnur at miðla tónleik og skapa áhuga fyri føroyskum tónleiki , sum tað stendur í Public Service sáttmálanum. Edvard Nyholm Debes og Elin Brimheim Heinesen hava nógvar og fjølbroyttar royndir á føroyska tónleikapallinum, og Eyðfinn Jensen er tónleikasamskipari hjá Kringvarpinum. Tað, sum skuldi vera ein valdystur um reinleika og reiðiligheit í Fótbóltsambandi Føroya, er fallið til jarðar, nú Elisabeth Haraldsen, forkvinna í MB, tók uppstillingina av fyrrverandi forsetanum í FSF aftur í gjárskvøldið. Høgni í Stórustovu, fyrrverandi forseti, vildi sleppa at stilla upp ímóti Christian Andreasen, fyrrverandi advokati hjá felagnum og núverandi forseta í Fótbóltssambandinum, so málið um svik í 2008 kundi vendast á aðalfundinum og llimirnir kundu taka støðu til, um tað var nakað tey kundu liva við. Men eftir øllum at døma er eingin áhugi í FSF fyri at málið kemur upp til yvirflatuna aftur. Høgni í Stórustovu leggur núverandi forsetan undir at hava ein leiklut í málinum, og sigur, at hann fær ikki frið fyrr enn málið er viðgjørt ordiliga í felagnum. Tað eydnaðist ikki útvarpinum at fáa orðið á forkvinnuna í MB, Elisabeth Haraldsen. Christian Andreassen hevur onga viðmerking til málið. Í sendingini lesur Hans Thomsen upp yrkingar eftir Tummasi. Ólavur Michelsen, vinmaður, Tummasar, lesur upp eitt essay, hann hevur skrivað um vinmannin. Og Árni hevur samrøðu við Oskar Hermansson um Tummas og yrking hansara. Helgi Jacobsen, sum arbeiddi á tíðindadeildini í útvarpinum í 17 ár, arbeiddi nógv við fiskivinnu og fiskivinnumálum sum journalistur. Innanríkisráðið váttar í eini fráboðan, at løgreglan hevur funnið spreingievni undir eini húsarannsókn, siga keldur við blaðið, Le Figaro. Løgreglan fann undir húsarannsóknini tilfar, sum hildið verður at handtiknu fólkini ætlaðu at brúka til at framleiða sjálvmorðsbumbubelti við. Frakland hevur verið meint rakt av atsóknum síðstu tvey árini. Meira enn 230 fólk hava latið lív í atsóknum í Fraklandi síðani ársbyrjan 2015. Fíggjarmálaráðið hevur eisini góðkent, at Jógvan Kruse, fíggjar og fyrisitingarleiðari í Sunda kommunu, er tiltakslimur hjá Tummasi Eliasen. Tvey varafólk eru eisini funnin fyri upprunaligu varafólkini hjá Fíggjarmálaráðnum. Tey tóku við beinanvegin, tí báðir nevndarlimirnir hjá Figgjarmálaráðnum sluppu ikki at vera har fyri útlendsku arbeiðsgevarum sínum. Fyri tey komu Matthea Hilduberg og Edward Heen í nevndina. Varafólk hjá teimum eru Hans Ellefsen og Eyðfríð Juanna Schrøter Joensen. Nevndin hevur fund í næstu viku. Tá fer endiliga at bera til hjá nevndini at skipa seg. Nevndin skal eisini søkja eftir stjóra til Landsbankan. Við nýmentu appini alarm.fo, geva vit brúkarunum møguleikan sjálvi at avgera hvørji tíðindi og fráboðanir tey vilja hava, sigur stjórin, Torbjørn Nielsen. Fyrsta skotið í Eysturoyartunlinum verður latið av við tunnilsmunnan á Strondum og nú byrjar arbeiðið av álvara uppá at knýta Skálafjørðin við Havnina. Tunnilin verður til samans góðar 11 kilometrar. Byggitíðin verður mett at verða trý til fýra ár. Tí skal tunnilin eftir ætlan verða liðugur í 2019 20. Næstur í røðini verður so Sandoyartunnilin. Arbeiðið uppá tunnilin til Sandoynna skal eftir ætlan byrja í 2018 og tunnilin skal standa liðugur í 2023. Bretska Royal Airforce, RAF, sendi í gjár Typhoon stríðsflogfør avstað, eftir at russisk hernaðarflogfør flugu nærindis bretskum luftrúmi. Tvey Tu 160 BlackJack bumbuflogfør úr Russlandi flugu millum Hetland og Føroyar í meira enn fimm tímar, skrivar blaðið, The Independent . Allar flúgvingar hjá russiska flogvápninum fylgja neyvt altjóða reglum um at brúka neutralum luftrúm og hav, og uttan at fara um markið til onnur lond, skrivar The Telegraph , sum endurgevur russiska verjumálaráðið Fjølmiðlar hava endurgivið talsmann fyri RAF, sum váttar, at Bretland bar skjótt at og sendi Typhoonstríðsflogfør avstað, tá alarmurin kom um, at tvey bæði Blackjack bumbuflogførini vóru í økinum, sum Bretland hevur áhuga fyri. Sponsk hernaðarflogfør varnaðust seinni flogførini úr Russlandi. Síðstu tvey árini eru fýra fráboðanir komnar um russisk hernaðarflogfør út fyri fronsku strondina. Í hesi vikuni hoyrdu vit Kristinu Háfoss siga seg hava fult álit á TAKS, tí tey í fyrstu atløgu søgdu, at EIK hevði rætt til ein skattafrádrátt á 90 milliónir og í aðru atløgu søgdu, at EIK hevði rætt til ein frádrátt á 0 krónur. Men um nakar ivast, so ætlar Kristian Háfoss sjálv at kanna, um tað er rætt, sum hon sjálvt sigur, at hon hevur fult álit á TAKS. Í løgtinginum royndu summir løgtingslimir at gera tað natúrligt at tosa um anala samlegu og vaginala samlegu. Hetta í sambandi við, at revsingin fyri neyðtøku tað verið seg anala ella vaginala, skal herðast. Longu nú kennist tað heilt natúrligt at tosa soleiðis. So takk fyri tað Løgtingið Av øðrum forfalli kann nevnast, at eitt danskt bryggjarí ætlar at broyta føroysku ølmentanina og tað verður neyvan til tað betra, tí soleiðis er danskarar. Aftur ein donsk fyritøka við altjóða træðgrum, sum sigur beinleiðis, at hon ætlar at broyta okkara ølmentan. Akkurát sum SAS. Hetta má stegast útlendskur kapitalur á niðurbrótingarherferð í Føroyum. Landsstýrið fer sjálvt at kanna viðgerðina av málinum, og spurningurin, um Eik eigur at verða sektaður, verður ein partur av kanningini. Tað er avgerandi fyri føroysku alivinnuna at fáa betri atgongd til kinesiska marknaðin, skal hon standa seg í kappingini við onnur lond, sum útflyta laks. Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis og vinnumálum, sigur, at føroyskir myndugleikar leggja stóran dent á at fáa ein fríhandilssáttmála í lag. Herfyri var ein sendinevnd, eisini við umboðum fyri vinnufyritøkur, í Kina, og í mai fara politikarar og embætisfólk aftur til Kina á vitjan. Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, sigur við útvarpið í kvøld, at hetta er tekin um, at samgongan er sinnað at samráðast út frá teimum treytum, sum Sambandsflokkurin hevur sett. Løgmaður kunngjørdi í dag, at hon er útsett til flaggdagin næsta ár. Aksel V. Johannesen ætlar at leggja fram uppskot um stjórnarskipanarlóg á ólavsøku. Stjórnarskipanin er ein tungur burður. Fyrst í hesum mánaðinum, 3. februar, tók Beinta Løwe saman um gongdina í stjórnarskipanarmálinum í einum innslagi í Degi og Viku. MB, sum fyrradagin skeyt Høgna í Stórustovu upp sum forsetavalevni í Fótbóltssambandinum, hevur tikið uppstillingina aftur, og tí verður einki stríðsval um formanssessin í FSF á aðalfundinum. Christian Andeasen, forseti í FSF, vil ikki gera viðmerkingar til ákærurnar frá Høgna í Stórustovu, og forkvinnan í MB, Elisabeth Haraldsen, svaraði ikki telefonini, tá sjónvarpið ringdi og ætlaði at fáa eina viðmerking um, at MB hevur tikið uppstillingina av Høgna í Stórustovu aftur. Í eini roynd at fáa breiða semju verður steðgur í samráðingunum millum floksformenninar um stjórnarskipanarlógina í einar 4 5 vikur, til embætisfólkini í Tinganesi hava skrivað nýggjar orðingar í stjórnarskipanaruppskotið, sum helst allir flokkar kunnu taka undir við. Hann sigur, at ósemja er framvegis um formælið í uppskotinum og ymsar aðrar orðingar. Í hesum umfari hava floksformenninir havt 13 fundir um stjórnarskipanina. Golden Maps er ein mappa við fleiri myndum, ið bleiv send runt millum fólk. Í mappuni eru fleiri myndir av naknum kvinnum í Føroyum, ið høvdu við áliti tikið eina mynd til partnarin hjá sær. Lítið vistu hesar kvinnur um, at fleiri onnur eisini fóru at fáa hendur á hesar myndir. Eg føldið meg bíliga og vemmuliga, greiður ein ung dulnevnd kvinna frá, tá hon hoyrdi frá einum fremmandum persóni, at hann hevði sæð nakin myndir av henni. Hvørjaferð eg var í býnum, komu fólk yvir til mín og søgdu okkurt um myndirnar. Onkuntíð vóru tað menn, ið vóru minst 10 ár eldri enn eg. Har vóru nógvar gentur, ið vóru á hesa so kallaðu Golden Maps , ið eisini hava liva við avleiðingum, ið spøkja enn tann dag í dag. Áðrenn tú tekur eina nakin mynd av tær sjálvum, skalt tú hugsa teg væl um. Bíða til tú ert heilt vís í, at tú kanst stóla upp á viðkomandi, tú sendir myndina til. Men gloym ikki, at tað er ikki tú, ið sendir myndina, ið ger feilin. Tað er tann, ið sendir hana víðari, ið ger feilin og skal revsast, endar hon við at siga. Vit flyta okkum frá Klaksvíkini, har ein leikur verður spældur, til vælgerandi arbeiði í høvuðsstaðnum . Eisini møttu fleiri fólk upp til tiltakið Vika Sex, har vit práta við ymisk fólk. Tey leggja dent á, at tað er týdningarmikið, at tey ungu kenna síni rættindi. Nakað, sum fyllir nógv í sendingini, er ein dulnevnd genta, sum ikki rættindi, tá hon var ung. Hon greiðir frá, hvørjar avleiðingar tað hevði fyri hana. Norði í Klaksvík verður leikurin Landastrokið framfrødur, og Rólant Reginsson Biskopstø er ein av leikarunum. Hann greiðir frá, hvussu tað er at spæla sjónleik. Eina ferð um árið skipar Glasir í Hoydølum fyri einum degi, har tey savna pening inn til ein skúla í Bolivia. Tað er ymiskt, hvat tey ungu halda um arbeiðið, og nevndin, sum skipar fyri degnum, hevur fingið fleiri átalur frá næmingunum. Serliga eru næmingarnir ónøgdir við, at frávera verður skrásett. Bolivia nevndin heldur, at tað átti ikki verið ein trupulleiki, tá tað bert snýr seg um ein dag í árinum. Hoyr sera spennandi kappingina her millum R7 vertirnar Eivind Jacobsen og Jonhard Hansen øðrumegin, og leiðaran í Hugskotinum, Jónhild Rasmussen, og formannin í Vinnuframa, Regin W. Dalsgaard, hinumegin Danska blaðið BT hevur seinastu mánaðirnar avdúkað, hvussu Bettina Jensen gav fyrrverandi starvsfeløgum uppgávur sum uttanhýsis ráðgevar og løn á meir enn 20 milliónir krónur millum 2011 og 2013. Kvinnurnar hava allar eina fortíð í Danmarks Radio, har tær arbeiddu saman. Frágreiðingin hjá løgmálaráðnum gjørdi greitt, at samsýningar vóru útgoldnar uttan sáttmálar, og at fíggjarætlanir manglaðu fyri fleiri verkætlanir. Eini ráðgevin fekk eina løn uppá slakar 5 milliónir krónur í bara eitt hálvt ár uttan at sáttmáli var gjørdur frammanundan. Hin ráðgevin fekk 2,6 milliónir krónur í 2012, fyri arbeiði, sum hon enn ikki hevur gjørt liðugt. Og nú hevur Ríkispolitiið boðað BT frá, at ein sínámillum avtala er gjørd við Bettinu Jensen, deildarleiðara, sum hevur við sær, at hon er farin úr starvinum. Spurningarnir hesa ferð snúgva seg um hvat man kann gera við ein dømdan pedofil í grannalagnum, ein beiggja sum er ein familjutyran, og um man skal siga nakað, tá man hoyrir slatur um ótrúskap. Sambært myndugleikunum í økinum, er talan um størsta landgongdin, tey vita um, og eisini størsta talið av hvalum, sum hava lagt beinini. Við løntakarar sipar hagstovan til øll fólk í aldrinum 16 til 74 ár, sum hava havt eina lønarinntøku, sum er í minsta lagi ein dagsløn um mánaðin, og sum er skrásett í skattaskipanini. Síðan 2013 hevur tað verið ein stórur vøkstur í løntakaratalinum hvørt ár. Og vøksturin í ár er lægri enn vøksturin undanfarin ár. Tað var í 2007, at tað vóru flestir løntakarar, næstan 26.000. Men eftir fíggjarkreppuna í 2008 minkaði talið við 2.500 løntakarum fram til 2011. Tá vóru 23.300 løntakarar. Ikki fyrr enn í 2014 kom verulig framgongd aftur. Nú hevur verið stórur vøkstur í trý ár á rað, og arbeiðsmarknaðurin er næstan komin á sama støði sum hann var í 2007. Í byggivinnuni er størsta lutfalsliga framgongdin. 184 fólk fleiri arbeiddu í byggivinnuni 2016. Tað er ein vøkstur á heili 5,3 prosent. Byggivinnan var helst tann vinnugreinin, sum var harðast rakt av fíggjarkreppuni í 2008. Í privatu tænastuvinnuni var eisini ein lítil vøkstur, men størsti vøksturin í tali var innan almennar tænastur, har løgdust 290 fólk afturat í 2016 í mun til árið fyri. Framgongdin ger seg galdandi í øllum sýslum uttan Suðuroyar sýslu. Har var at kalla ongin broyting, hvørki til tað betra ella til tað verra. Framgongd var tó í øllum aldursbólkum, og har er tað serliga merkisvert, at fleiri og fleiri pensjónistar eru løntakarar. Henda gongdin hevur gjørt seg galdandi síðan 2005, og hon kemur av, at arbeiðsstyrkin sum heild gerst eldri. Av somu orsøk eru eisini færri fólk undir 40 ár, sum eru løntakarar í mun til 2007, tá ið talið var hægst. Hóast talið á manligum og kvinnuligum løntakarum ikki liggja langt frá hvørjum øðrum, er føroyski arbeiðsmarknaðurin sera kynsbýttur, tí tað er enn stórur munur á, hvar kvinnur og menn arbeiða. Kvinnurnar eru í stórum meiriluta í almennum tænastum, tað verið seg heilsu og almannaverk og hjá kommunum. Hinvegin eru næstan bara menn, sum til dømis byggja og fiska. Tølini á løntakarum benda á, at tað er javnt býtt millum kynini, men lønarútgjaldingar vísa, at mennirnir vinna 60 av lønini meðan kvinnurnar vinna 40 . Hetta kemur serliga av, at menn og kvinnur ikki arbeiða líka nógv. Kvinnurnar standa fyri meginpartinum av partstíðararbeiðnum. Íbúðirnar eru serliga egnaðar til eldri fólk, og sum eisini liggja undir liðini á nýggja eldrasambýlinum Sjóvarlon. Íbúðirnar líkjast teimum, sum Bústaðir longu hava bygt í Leirvík. Kringvarpið stroymir dystin í Vestmanna millum VÍF og H71. Dysturin byrjar klokkan 15.00. Dysturin kann síggjast her. Klokkan 19.00 stroyma vit aftur, tá er tað dysturin á Skála millum StÍF og Neistan. Dysturin kann síggjast her. Japanski forsætisráðharrin, Shinzo Abe, er í hesum døgum á almennari vitjan í USA, og á einum tíðindafundi í morgun segði Donald Trump, forseti, at USA styðjar Japan fult og heilt. Í fjør royndarskeyt Norðurkorea átta miðalrakettir, sum høvdu heitið Musudan. Hesar rakettir røkka millum ein og tríggjar kilometrar. Umsitingin hjá Donald Trump, forseta, fer at royna at leggja trýst á Kina at halda í teymarnar á Norðurkorea, sum er sameindi hjá Kina, sigur ein kelda í amerikansku umsitingini við Reuters. ST setti tiltøk í verk móti Norðurkorea í fjør, tí landið gjørdi kjarnorkuroyndarspreingingar og royndarskeyt rakettir, sum røkka langt. Lógaruppskotið, um at Arbeiðseftirlitið skal verða sjálvstøðugur stovnur undir Samferðslumálaráðnum, er nú komið í tingið, og tað kemur til fyrstu viðgerð seinni í mánaðinum. Brunaeftirlitið skal í framtíðini eisini vera partur av Arbeiðseftirlitinum. Brunaeftirlitið er í løtuni deild hjá Vørn, sum er stovnur undir Fiskimálaráðnum. Sambært uppskotinum, sum Henrik Old, landsstýrismaður, hevur lagt fram, verður lógarfesta bindingin millum Heilsufrøðiligu Starvsstovuna og Arbeiðseftirlitið strikað, soleiðis at Samferðslumálaráðið kann skipa Arbeiðseftirlitið sum sjálvstøðugan stovn. Síðani landsstýrið varð skipað í 2015, hava bæði Arbeiðseftirlitið og Brunaeftirlitið tó víst til landsstýrismannin í samferðslumálum. Henrik Old, landsstýrismaður, sigur í viðmerkingunum til uppskotið, at játtanin til Arbeiðseftirlitið hevur verið niðurraðfest seinnu árini, samstundis sum virksemið í samfelagnum er vaksið. Uppskotið um at skipa Arbeiðseftirlitið sum sjálvstøðugan stovn undir Samferðslumálaráðnum hevur ikki verið til hoyringar. Málið fær fyrstu viðgerð í tinginum 23. februar. Tað finnast ymsik sløg av plasti, sum súgva kemisk evni til sín, tá tey flóta á havinum. Evni, sum fara úti í vevnaðin hjá havhesti, sum vit eta. 9 av 10 havhestum rundum um Føroyar hava plast í maganum, sigur Johannis Danielsen, lívfrøðingur, sum heldur fyrilestur um evnið á Torradøgunum, sum byrja í morgin. Bæði sosialdemokratarnir og tey konservativu styðjaðu hann til forsetavalið, teirra millum eisini Angela Merkel, samveldiskanslari. Frank Walter Steinmeier var uttanríkisráðharri í stjórnini hjá Angelu Merkel frá 2005 til 2009 og aftur frá 2013 til fyrr í ár. Hann hevur eisini verið varakanslari og formaður fyri tingmanningina hjá sosialdemokratunum í samveldistinginum. Øll rættarnevndin tekur undir við uppskotinum hjá Akseli V. Johannesen, løgmanni, um at herða reglurnar um tilhald, til tess at verja persónar fyri ágangi, forfylging og tráfylging tað sum eisini verður nevnt stalking. Higartil hevur bara borið til at áleggja tilhald, men nú kann eisini áleggjast uppihaldsforboð, og í ávísum førum at vísa persóni burtur úr heimi sínum í fýra vikur. Seinastu fimm árini hevur løgreglan fingið tilsamans 49 umbønir um at áleggja tilhald, og hesi árini eru skrásett 33 brot á álagt tilhald. Løgreglan sigur, at tilhald er vanligast í málum, har trupulleikar eru millum hjúnafelagar ella sambúgvar í sambandi við hjúnaskilnað, har partarnir ikki finna stevið aftaná. Eitt tilhald hevur gildi í fimm ár, ella til tað fellur burtur, ti parturin, sum hevur biðið um tilhaldið, tekur sambandið uppaftur við tann, sum hevur fingið tilhald. Ein óalmennur stalking bólkur við umleið 20 fólkum er í Føroyum. Hetta eru persónar, sum hava verið, ella framvegis verða tráfylgdir, stalkaðir. 284 fólk fleiri búðu í Nuuk 1. januar enn í fjør. 31,5 prosent av øllum fólkinum í Grønlandi býr í høvuðsstaðnum, ella 17.600 fólk. Hinvegin minkar fólkatalið á bygd. Í løtuni búgva 7.356 fólk í smáu bygdunum, tað eru 79 færri enn í fjør. Fólkið flytir annaðhvørt til størru býirnar ella av landinum, sigur grønlendska hagstovan. Fíggjarnevndin krevur nú, at Húsalánsgrunnurin kemur á fíggjarlógina eins og allir aðrir stovnar hjá landinum, og hon vil eisini hava løgmann upp í málið. Nevndin er samd um at mæla tinginum til at góðkenna roknskapin hjá Húsalánsgrunninum fyri 2015, men vísir á, at hóast løgtingið samtykti í 2010, at grunnurin skuldi á fíggjarlógina, er tað ikki gjørt, og eingin ivi er um, at Húsalánsgrunnurin eigur at takast við í landsroknskapin. Skiftandi landsstýrisfólk eru á hvørjum ári komin við frágreiðing um, hví grunnurin ikki er á fíggjarlógini og í landsroknskapinum. Tann seinasta frágreiðingin er, at grunnurin hevur latið roknskapin ov seint inn, og at landsstýrisfólkið hevur sett ein embætisfólk at viðgera málið. Tá bólkurin er liðugur við arbeiðið, verður støða tikin til spurningin. Fíggjarnevndin sigur, at nú hevur hetta óheimilaða virksemið hjá Húsalánsgrunninum vart í sjey ár, og nevndin heldur, at landsstýrið hevur havt nóg drúgva tíð at fáa viðurskiftini í rættlag. Fíggjarnevndin vísir eisini á, at løgtingið samtykti í desember at áleggja landsstýrinum eina tíðarfreist fyri, nær viðurskiftini, sum eru viðgjørd í grannskoðarafrágreiðingum, verða fingin í rættlag. Nevndin heldur, at løgmaður eigur eisini at taka virksemið hjá Húsalánsgrunninum við á henda listan, og vísir á reglurnar í stýrisskipanarlógini, um at løgmaður hevur eftirlit við, at hvør einstakur landsstýrismaður situr fyri sínum málsøki á lógligan og fullgóðan hátt. Skal verandi skipan ikki halda fram, eigur ein verkætlanarleiðarI at verða settur at finna eina nýggja og tryggari skipan, sigur Próvstovan í tilmæli til landsstýriskvinnuna í mentamálum, Rigmor Dam. Fíggjarnevndin heldur, at tað má vera uppgávan hjá landsstýrismanninum í búnaðarmálum at tryggja, at Búnaðargrunnurin heldur landsins lógir. Løgtingsgrannskoðararnir átala fleiri viðurskifti hjá grunninum, millum annað at rokanskapurin varð ikki latin inn rættstundis, so hann kundi verða tikin við í landsroknskapin fyri 2015. Nevndin er samd við løgtingsgrannskoðararnar, sum vísa á, at tað er skeivt, at umsitarar av almennum pengum kunnu játta til sjálvs. Tí eigur hægri myndugleiki altíð at góðkenna samsýningarnar. Løgtingsgrannskoðararnir hava víst á, at alt er ikki í lagi í sambandi við íløgujáttanir, og fíggjarnevndin hevur tíðum gjørt skiftandi landsstýrisfólk varug við, at reglurnar um íløgujáttanir og verklagslógir verða ikki hildnar. Av tí at uttanríkismál eru danskt málsøki, eru føroysku sendifólkini partur av danska diplomat hópinum, so tey kunnu fáa diplomattign. Hon er sera týdningarmikil at hava í samskiftinum við onnur lond, sigur Fíggjarmálaráðið. Fasta lønin hjá føroysku sendifólkunum hevur higartil verið skattað í Danmark eftir donskum reglum, men útiviðbótin er skattafrí somuleiðis eftir donskum reglum. Men nú verða øll sendifólkini skattskyldug í Føroyum Danskir og føroyskir skattamyndugleikar eru samdir um, at sendifólkini higartil ikki eru sett í skatt sambært galdandi skattareglum. Sendifólkini áttu at verið sett í skatt í Føroyum eftir føroyskum reglum. Danmark kann seta í verk fría forsturtøku í Føroyum, men ger tað ikki. Sostatt leggja politikkarar størri dent á gott samstarv í ríkisfelagsskapinum, enn rættin hjá kvinnum til at ráða yvir egnum kroppi. Tað sigur felagsskapurin Dansk Kvindesamfund. Danskir politikarar finnast hvassliga at Donald Trump fyri at taka stuðulin aftur frá felagsskapum, sum hjálpa kvinnum í menningarlondum at fáa fosturtøku. Men nett somu politikarar góðtaka, at kvinnur í okkara egna ríkisfelagsskapi í Føroyum framvegis ikki hava rætt til fría fosturtøku, sigur felagsskapurin. Alla æru og virðing fyri, at vit, saman við átta londum í Evropa, siga, at tað er danskt aðalmál at ráða yvir egnum kroppi. Men áttu at hugt í okkara egna bakgarð, og tað gera vit ikki. Vit brúka blinda eyga og tað er ikki gott. Tað sigur forkvinnan Lisa Holmfjord frá Dansk Kvinnesamfund, við donsku útvarpsrásina, Radio24syv . Tað tykist, sum um danska stjórnin leggur størri dent á góð viðurskifti í ríkisfelagsksapinum, enn at kvinnur skulu ráða yvir egnum kroppi, sigur hon. Framsøgufólkið hjá danska javnaðarflokkinum, Karin Gaardsted, heldur tó ikki, at Danmark eigur at taka yvir føroyska lóggávu, so leingi konservativa abortlógin hevur undirtøku millum føroyingar. Eg vil fegin arbeiða fyri fríari fosturtøku í Føroyum, men fyrst tann dagin, tá føroyska fólkið vil hava tað, sigur Karin Gaardsted við Radio24syv. Tað segði Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, í røðu, sum hon helt, tá Onkologiska ambulatoriið á Landssjúkrahúsinum hevði 25 ára stovningardag fríggjadagin. Ov lítið er gjørt fyri at geva fólk eitt so gott lív sum gjørligt, eisini eftir, at viðgerðin er eydnast. Longu í Krabbameinsætlanini í 2009 verður ávarað móti hesum. Hoyring er týðandi táttur í okkara fólkaræði. Men at senda uppskot til hoyringar, uttan at geva hoyringarpørtunum veruligar møguleikar at svara, er høpisleyst. Tá er hoyringin innantóm, bara eitt eiti, ið skal síggja út sum fólkaræði, sigur Kommunufelagið í svari til Heilsu og innlendismálaráðið. Og tað er ikki av ongum, at Kommunufelagið sigur so. Felagið fekk eitt lógaruppskot til hoyringar klokkan 23 40 fríggjakvøld. Freistin at svara var næsta hósdag. Við øðrum orðum hevði felagið tríggjar yrkadagar at avgreiða hoyringina. Hoyringarskrivið skal fáast út til kommunurnar, viðkomandi fakfólk í kommununum skulu lesa og viðmerkja uppskotið, sum tey so skulu senda felagnum aftur. Hetta ber snøgt sagt ikki til, sigur Kommunufelagið. Felagið mælir aftur til, at hoyringarfreistirnar í minsta lagi eru seks vikur. Fyri tveimum vikum síðani fýltust Føroya Arbeiðsgevarafelag, Ráðgevarafelagið og Føroya handverksmeistarafelag eisini á, at lógaruppskot, sum tey fáa til hoyringar, høvdu ov alt stutta freist. Lógartænastan heitir staðiliga á landsstýrið um at leggja fyrireikingararbeiðið við lógaruppskotum soleiðis til rættis, at tey, sum skulu hoyrast, fáa fýra vikur til tess. Nógv er á skránni á barnaøkinum hjá Kringvarpi Føroya. Í Frískúlanum í Havn, sum í veruleikanum er á Velbastað, venja tey kvæðið um Ólav Riddararós, sum tey skulu framføra á einari dansistevnu í Havn. Føroysku kvæðini eru ein partur av okkara mentan, og eisini á barnaøkinum skulu vit hugsa um at lýsa tey ymsu evnini. Tað er umráðandi, at øll børn kenna seg aftur í onkrum av tí sum vit senda, sigur Jonna Fritsdóttir Mortensen, ið er samskipari á barnaøkinum hjá Kringvarpinum. Maiken Olsen bindur allan stovnin væl saman, serliga tá hon einaferð um vikunar bakar kaku. Hon íðkar ítrótt við ÍSB og har hevur hon vunnið tilsamans 128 heiðursmerki. Vit vitja eisini inni í Kringvarpshøllini, har tey taka barnasendingina Morsa upp. Jákup Dahl Wardum, sum er vertur í sendingini, sigur, at tað er bæði spennandi og stuttligt at gera Morsa. Fríggjakvøld er ungdómssendingin Røddin Live á skránni í Útvarpinum. Vertirnir siga, at tá sendingin er beinleiðis, royna tey altíð at velja tónleik, ið hóskar til evnið. Samrøðubrotini mugu ikki vera ov long, tí ungdómurin hevur ikki bindindi at lurta leingi eftir nøkrum, siga tey. Tórður Mikkelsen er vertur og Eir í Ólavsstovu hevur verið fotografur og hevur eisini klipt tey fimm videoinnsløgini, sum verða løgd á heimasíðu Kringvarpsins. Innsløgini lýsa fjølbroytta virksemið í Kringvarpinum. Útlit eru fyri, at okkurt avgerandi fer at henda í dag í verkfallinum hjá íslendskum fiskimonnum, sum nú hevur verið í næstan tveir mánaðir. Tað byrjaði 14. desember í fjør. Sambært Morgunblaðnum hava samráðingarnevndirnar hjá fiskimonnum fundir í dag, har viðgjørdir verða aðrir møguleikar fyri semju enn teir, sum higartil hava verið á borðinum. Íslendska stjórnin hevur ikki lagt seg út í verkfallið við lógaruppskoti um at steðga tí. Men hon hevur saman við kommununum gjørt frágreiðing um avleiðingarnar av verkfallinum. 2.400 til 2.600 fólk, sum arbeiða á fiskavirkjum, hava mist góðar 50 milliónir krónur í løn. Tey hava higartil fingið slakar 20 milliónir krónur frá arbeiðsloysisskipanini. Vit fara aftur til 1985 og til sendirøðina Á Sýnini, sum tók ymisk aktuell evnir upp. Á Sýnini varð send tey fyrstu árini, eftir at SvF varð sett á stovn í 1984. Mikukvøldið verður stórt fiskivinnuting í Miðhøllini á Skúlatrøð, har allir politisku flokksformenninir sita við pallborðiið, og fríggjakvøldið heldur kjakið fram í kjakfundinum Hvat sigur fiskivinnan til uppskotið um fiskivinnunýskipan sum verður Miðhøllin á Skúlatrøð. Orðstýrarar til báðar kjakfundirnar verða Óluvá Zachariasen og Jón Brian Hvidtfeldt. Fundurin mikukvøldið verður sendur beinleiðis í útvarpinum og stroymdur á heimasíðuni kvf.fo . Fundurin fríggjakvøldið verður sendur beinleiðis í útvarpinum. Varðagøta verður gjørd smalri, har sum bussurin steðgar við høvuðsinngongdina til Sankta Frans skúla soleiðis, at eingir bilar kunnu koyra, meðan børnini fara úr bussinum og yvir um Varðagøtu í skúlan. Harafturat verður ikki gjørligt at yvirhála á teininum. Arbeiðið at smalka vegin verður gjørt nú og skal, sambært kommununi, vera liðugt fyrst í mars. Harafturat skal ferðslan í Varðagøtu vera einvegis ein tíma hvønn gerandismorgun. Tí fer kommunan at seta upp klokkustýrd vegaskelti við vegamótið Sjúrðargøta Varðagøta. Ber til at ummæla í smáum samfeløgum, og hvør kann loyva sær at blaka seg út í hetta nógv umrødda og útskeldaða tekstaslag, sum av mongum verður sæð sum ein alneyðugur, mennandi og kveikjandi partur av einum livandi, skapandi landi á veg frameftir Á býráðsfundinum seinnapartin skal býráðið viðgera umsókn frá borgarstjóranum um at vera í fullum starvi sum borgarstjóri samtíðis sum hann er í løgtinginum. Fýra borgarstjórar vóru í løgtinginum, tá nývaldu býráðini høvdu skipað seg eftir kommunuvalið í fjør. Annika Olsen í Tórshavnar kommunu avgjørdi sjálv at fara úr løgtinginum, meðan hon er borgarstjóri. 26. januar fekk Jógvan Skorheim loyvi frá býráðnum í Klaksvík at vera bæði, og 24. januar fekk Pauli Trond Petersen í Vestmanna loyvi frá bygdarráðnum har at vera borgarstjóri og løgtingsmaður í senn eins og í undanfarna valskeiði. Í farna valskeiði var Kristin Michelsen bæði borgarstjóri og løgtingsmaður. Í dag skal býráðið á Tvøroyri avgera, um hann kann tað eisini í hesum valskeiðinum. Eirargarður eigur ikki at gerast bústovnur hjá fólki sum bera brek. Tað vóru greiðu boðini frá Javna á fundi við Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu, í farnu viku. Skal Eirargarður 14 og 16 nýtast til fyribils bústovn, so eiga búfólkini at vera nógv færri í tali, enn tey 36 sum ætlanin er skulu búgva á stovninum. Og so loysir tað seg heldur ikki at nýta nógvar pengar uppá stovnin, sigur Fía Petersen, dagligur leiðari í Javna. Í kvøld hoyra vit millum annað Minnist tú enn við Simma og teimum og Novelty Accordion við Trio Me Bumba. Lagt til rættis Hanna og Terji Jakobsen. Tórður Mikkelsen var um jóltíðir ein feriutúr á Kuba og ann hevði mikrofonina við. Kuba er framvegis nógv merkt av drúgva handilsbanninum, sum USA setti í gildi í 1961. Framvegis verður tað mesta gjørt við hond. Eitt nú í landbúnaðinum, har ross, oksar og onnur sterk djór verða brúkt ístaðin fyri maskinur. Fólkið á Kuba er sera vinarligt. Framvegis hava húsarhaldini ikki internet og tað ger, at fólkið hevur ikki skund, siga tey, sum greiða frá í sendingini. Landið er vakurt og spennandi, og bjóðar ferðafólkum vælkomnum. Aðrar vinnur hava svikið, og tí er ferðavinnan størsta vinnan hjá kubanarum. Tey sum greiða frá í sendingini eru Marjun Niclasen, Sunbjørt Petersen, Jóna Vest, Sjúrður Skaale, Rasmus Lassen og Mirjam Johannesen. P f Næraberg hevur keypt skipið úr Hetlandi. Borgarin kemur í flotan fyri Næraberg og Slættaberg. Borgarin, sum skipið nú eitur, er bygdur í Noregi í 2003. Hann hevur tó samanumtikið bara verið í rakstri í trý ár, tí fiskiskapurin hjá hetlendingum hevur verið skipaður soleiðis, at skipið bara hevur verið til fiskiskap tveir tríggjar mánaðir um árið. Borgarin tekur 2.700 tons av svartkjafti. Hann er 14,5 metur breiður og 78,5 langur. Maskinan er 10.500 hestar. Borgarin kemur inn á Klaksvík fyrrapartin í morgin, og tá verður høvið at síggja skipið, sigur Hanus Hansen. Rebekka Behrens og Rannvá Mortensen vóru í biografinum og kannaðu, hvat hetta var fyri ein filmur, og hví so nógv streyma oman til hann. Bert tú eitt brek Hevur tú eitt brek Ella ert tú bara brekaður Tað er spurningurin, sum verður vendur á pallborðsfundum, sum Meginfelag teirra, ið bera brek skipar fyri hesa vikuna. Mánakvøldið kl. 19 er pallborðsfundur í Bókasavninum í Klaksvík, og mikukvøldið klokkan 19 er fundur í Bókasavninum við Løkin í Runavík. Tóra við Keldu, forkvinna í MBF, vitjaði morgunsendingina. Reyðæti á djúpum vatni í Bankarennuni verður kannað á trimum túrum hjá Magnusi Heimasoni fyri at vita, um reyðæti kann veiðast í vinnuligum nøgdum á heysti og vetri. Tríggir túrar hjá Magnusi Heinasoni eru í ár settir av til at kanna reyðæti, útbreiðslu og nøgd, vestanfyri. Harafturat verður tíð tikin av trimum øðrum túrum til hesar kanningar. Mikudagin fer Magnus Heinason á sína fyrstu kanningarferð í ár. Á ársins fyrstu ferð eru sum vant hydrografiskar kanningar, har sum hitin, saltið og annað í sjónum verður mátað. Í juni er ein vika sett av til at kanna, hvussu víða um korallir eru. Í oktober eru tvær vikur settar av at kanna svartkalva, útbreiðslu og nøgd hesa tíðina á árinum. Vit hoyra søguna Kring jørðina í kavbáti, sum Jules Verne skrivaði. Alex Sólstein týddi til føroyskt. Kári Sólstein leggur til rættis og setti saman. Jens Tummas Næss sigur frá. Aðrar røddir Heri Jacobsen, Hilmar Jan Hansen, John Muller, Pauli Magnussen og Kári Sólstein. Arbeiðið at útbyggja Tórshavnar havn skal vera liðugt 30. november 2019. Tey í Runavík hava ikki sett tíðarfreist á, nær útbyggingin skal vera liðug. Flynn hevur givið villleiðandi upplýsingar til millum annað varaforsetan, Mike Pence, um samrøður sínar við russiska sendiharran í USA. Eg havi av gáloysni kunnað varaforsetan og onnur við ófullfíggjaðum upplýsingum um telefonsamtalur mína við russiska sendiharran. Eg havi biðið forsetan og varaforsetan um umbering, og tað hava teir góðtikið tað, skrivar Flynn í uppsagnarbrævinum, sambært CNN. Samrøðurnar millum Michael Flynn og russiska sendiharran hava verið áðrenn Flynn tók við starvinum, og hava millum annað snúð seg um handilstiltøkini móti Russlandi eftir kríggið móti Ukreina, og tað er hetta, sum Flynn hevur avnoktað yvir fyri Pencen, sum alment hevur vart Flynn. Tað verður pensjoneraði generalurin, Joseph Keith Kellogg, sum fyribils fer at taka við starvinum sum trygdarráðgevi hjá Donaldi Trump forseta. Hann hevur, sambært BBC, 30 ára royndir frá herinum, og hevur verið í hertænastu í Vjetnam, Kambodia, Panama og í Flógvanum. Hann var ráðgevi undir Irak krígnum frá 2003 til 2004, og hevur seinast ráðgivið Trumo um trygdina í sambandi við forsetavalstríðið. Hóast nógvir nýútbúnir lærarar ikki fáa arbeiði sum lærarar í fólkaskúlanum, vil landsstýriskvinnan í mentamálum ikki, at færri sleppa at læra til lærara. Rigmor Dam er ikki samd við Lærarafelagið, sum sigur, at í staðin fyri at taka so nógv inn í læraraútbúgvingina á Námsvísindadeildini á Fróðskapasetrinum, eigur partur av orkuni at verða brúktur til eftirútbúgving. Rigmor Dam sigur við Skúlablaðið, at vit eiga at styrkja eftirútbúgvingina, uttan at skerja atgongdina til læraraútbúgvingina. Vit skulu hava bæði eftirútbúgving og læraraútbúgving, sigur landsstýriskvinnan. Vandin við at hava færri læraralesandi er, at tú missir meira fyri minni, til dømis kontinuitetin, sum er so sera umráðandi, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna, við Skúlablaðið. Eg haldi, at tað hevði verið virðiligari, um Lærarafelagið ikki mælti til at avmarka atgongdina til læraraútbúgvingina fyri at satsa upp á førleikamenning, sigur hon. Ein kanning hjá Lærarafelagnum vísir annars, at helvtin, 13 av 26, sum fingu læraraprógv seinasta summar, fingu starv í eitt skúlaár, átta fingu einki starv og fýra fingu bara arbeiði í stutt tíðarskeið. Og bara fýra av teimum 21, sum fingu prógv í 2015, hava fingið fast lærarastarv. Rigmor Dam vísir afturímóti til Búskaparráðið, ið sigur, at 300 lærarar fara frá árini 2014 2024. Farið verður eftir bæði EM og HM, sigur Sarah Mahfoud, sum gjørdist landskend í Danmark, tá hon vann vælumtóktu sjónvarpskappingina, Vild med dans. Vit hoyra søguna Kring jørðina í kavbáti, sum Jules Verne skrivaði. Alex Sólstein týddi til føroyskt. Kári Sólstein leggur til rættis og setti saman. Jens Tummas Næss sigur frá. Aðrar røddir Heri Jacobsen, Hilmar Jan Hansen, John Muller, Pauli Magnussen og Kári Sólstein. Tórshavnar kommuna fer nú undir at smalka vegin, har bussurin steðgar við høvuðsinngongdina til Sankta Frans skúla soleiðis, at eingir bilar kunnu koyra, meðan børnini fara úr bussinum og yvir um Varðagøtu og í skúla. Nýggja loysnin er eisini tryggari, tá ið bussurin ikki setur børn av, tí farleiðin yvir um vegin verður styttri, og bilar fáa ikki yvirhálað á hesum strekkinum. Tórshavnar kommuna fer eftir ætlan undir arbeiðið nú í februar, og tað er liðugt fyrst í mars mánaði. Ingmar Hammer frá Vegteknisku deild hjá politinum og Hans Nielsen, frá teknisku deild hjá Tórshavnar kommunu eru saman við Kára Olsen í Varðagøtu. Sambært kommunustýrislógini skal kommunustýrið geva loyvi til at víkja frá regluni um, at borgarstjóri, sum er borgarstjóri fulla tíð, ikki hevur onnur størv. Í býráðnum á Tvøroyri vóru fýra fyri, at borgarstjórin eisini er løgtingsmaður, tveir býráðslimir atkvøddu ikki og ein atkvøddi imóti. Tríggir borgarstjórar eru í Løgtinginum, Kristin Michelsen á Tvøroyri, Jógvan Skorheim í Klaksvík og Pauli Trond Petersen í Vestmanna. Kundi tú hugsað tær, at fingið føroyskar summarmyndir við í sjónbandalagið hjá FRUM. Frum er tónleikaverkætlan hjá Jenný Kragesteen, ið fevnir um meira enn bara sjálvan tónleikin. Tað er vítt til veggja í Frum heiminum. Jenný Kragesteen eigur í løtuni gittar og hevur atgongd til klaver, men í framtíðini ætlar Jenný at útvega sær alla útgerð, so hann fær gjørt tónleikin sjálv. Fyrimunurin er, at so fært tú tað júst soleiðis, sum tú vilt, sigur Jenný Kragesten, sum í stóran mun er sjálvlærd sum tónleikari. Eg kann ikki lata vera at gera tónleik, og eg eri bitin av tí, leggur hon aftrat. í summar verður hon bachelor, og tá ætlar Jenny at brúka meira tíð upp á tónleikin. Vit hoyra søguna Kring jørðina í kavbáti, sum Jules Verne skrivaði. Alex Sólstein týddi til føroyskt. Kári Sólstein leggur til rættis og setti saman. Jens Tummas Næss sigur frá. Aðrar røddir Heri Jacobsen, Hilmar Jan Hansen, John Muller, Pauli Magnussen og Kári Sólstein. Finnbogi Isaksen var útvarpsmaður í mong ár frá fyrst í 1960 árunum til í 1974, tá hann fór at geva Tíðindablaðið út saman við útvarpsmanninum Árna Absalonsen. Eftir at teir góvust við Tíðindablaðnum, tí Finnbogi varð valdur til landsstýrismann í 1975, gjørdi hann kortini nógvar útvarpssendingar. Eitt nú mentasendingarnar Leikur og Lestur og Tilburðir í Okkara øld. Eisini týddi hann útlendskan skaldskap, sum hann las upp. Hann var góður eygleiðari og skrivaði til dømis áhugaverdar frásagnir úr New York og Pragh. Í hesum fimta og seinasta videoinnslagnum Við Tórði á túri í KvF fáa vit innlit í nakrar av teimum stóru framleiðslunum, sum eru afturvendandi í Sjónvarpinum. Ársins nýggjárskonsert við Føroya Symfoniorkestri í Norðurlandahúsinum er ein av teimum størstu framleiðslunum á hvørjum ári. Tá eru meira enn 20 fólk frá Kringvarpinum til arbeiðis. Vit síggja guðstænastuliðið, sum hvørt vikuskifti er til arbeiðis, gera seg til reiðar at senda guðstænastu úr Fuglafjarðar kirkju. Vit liva ikki bara av spurnarkappingum og kegli hjá politikarum. Tað átrúnaðarliga ávirkar eisini okkara máta at hugsa uppá, og okkara avgerðir í sambandi við etikk og moral eru ávirkaðar av kristindóminum, sigur Armgarð Arge, samskipari av tí átrúnaðarliga partinum í Kringvarpinum. Vit eru eisini til landsdyst í hondbólti millum Føroyar og Grikkaland. Leivur Frederiksen, redaktørur á 3 2, sigur, at tað hevur stóran týdning at hava ítróttartiltøk í sjónvarpinum, tí hetta er besti mátin hjá Kringvarpinum at fáa fatur á teimum ungu hyggjarunum. Á einari skrivstovu arbeiða Jóna Dalsgarð og Katrin Streymoy yvir av hvørjari aðrari. Jóna hevur savnið hjá Sjónvarpinum um hendi, og Katrin er samskipari á skránni hjá Sjónvarpinum. Tær hava úr at gera. Triðja árið á rað savnar Kringvarpið dansifeløg kring landið ein leygardag á Reinsarínum í Havn, har ymisk kvæði verða tikin upp til Sjónvarpið. Fyrr hava vit gjørt upptøkur við hvørjum einstøkum dansifelag. Vit fáa nógv meira burtur úr uppá hendan mátan og dansifeløgini, sum koma ymsa staðni úr landinum, hugna sær saman, sigur Jóhann Mortensen, leiðslusamskipari í Kringvarpinum. Nú hevur Kringvarpið millum 500 og 600 útvarps og sjónvarpsupptøkur av kvæðum. Tórður Mikkelsen er vertur og Eir í Ólavstovu hevur verið fotografur og hevur eisini klipt tey fimm videoinnsløgini, sum nú eru løgd á heimasíðu Kringvarpsins. Innsløgini lýsa fjølbroytta virksemið í Kringvarpinum. Vit hoyra søguna Kring jørðina í kavbáti, sum Jules Verne skrivaði. Alex Sólstein týddi til føroyskt. Kári Sólstein leggur til rættis og setti saman. Jens Tummas Næss sigur frá. Aðrar røddir Heri Jacobsen, Hilmar Jan Hansen, John Muller, Pauli Magnussen og Kári Sólstein. Vit hoyra søguna Kring jørðina í kavbáti, sum Jules Verne skrivaði. Alex Sólstein týddi til føroyskt. Kári Sólstein leggur til rættis og setti saman. Jens Tummas Næss sigur frá. Aðrar røddir Heri Jacobsen, Hilmar Jan Hansen, John Muller, Pauli Magnussen og Kári Sólstein. Tað er Reyni Service, sum umboðar Toyota í Føroyum, ið hevur fingið bilin til Føroya at vísa nýggju tøknina fram. Hoyr samrøðuna við Sámal av Reyni, stjóra í Reyni Service. Vit hoyra søguna Kring jørðina í kavbáti, sum Jules Verne skrivaði. Alex Sólstein týddi til føroyskt. Kári Sólstein leggur til rættis og setti saman. Jens Tummas Næss sigur frá. Aðrar røddir Heri Jacobsen, Hilmar Jan Hansen, John Muller, Pauli Magnussen og Kári Sólstein. Vit hoyra søguna Kring jørðina í kavbáti, sum Jules Verne skrivaði. Alex Sólstein týddi til føroyskt. Kári Sólstein leggur til rættis og setti saman. Jens Tummas Næss sigur frá. Aðrar røddir Heri Jacobsen, Hilmar Jan Hansen, John Muller, Pauli Magnussen og Kári Sólstein. Nú búgva 49.884 fólk í Føroyum. Fólkatalið vaks við 740 fólkum í fjør, og so stórur fólkavøkstur hevur ikki verið í einum ári síðani 2001. Tað vísa tøl frá Hagstovuni, sum eisini geva ábendingar um, at fólkatalið í landinum skjótt fer at seta met, heldur verandi gongdin fram. Nettotilflytingin, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, var 439. Burðaravlopið, sum er munurin millum fødd og deyð, var 301 fólk. Ikki síðani 1980 hevur verið so lítil fráflyting, sum í fjør. 1173 fólk fluttu av landinum í fjør, vísa nýggjastu tølini hjá Hagstovu Føroya. Vit hoyra søguna Kring jørðina í kavbáti, sum Jules Verne skrivaði. Alex Sólstein týddi til føroyskt. Kári Sólstein leggur til rættis og setti saman. Jens Tummas Næss sigur frá. Aðrar røddir Heri Jacobsen, Hilmar Jan Hansen, John Muller, Pauli Magnussen og Kári Sólstein. Soleiðis sum Innlendismálaráðið tulkar kommunustýrislógina, fær niðurstøðan ikki verið onnur enn tann, at landsstýrið hevur eftirlit við kommununum hvørjari sær, men ikki, tá tær arbeiða saman. Tað sigur Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar, sum í gjár spurdi Løgtingsins umboðsmann, um hon er samd við Innlendismálaráðið, tá ráðið tulkar lógina so avmarkandi. Í Danmark fer at bera til at fáa natúrligt kannabis sum heilivág frá 2018. Talan er um royndartíð í fýra ár til ávísar sjúklingar. Bjarki á Rógvi Hansen, neurologur á Landssjúkrahúsinum, heldur, at nátúrligt kannabis kann hjálpa nøkrum sjúklingum. Føroyskir heilsumynduleikar, kunnu taka støðu til, um royndarskipanin eisini skal setast í verk í Føroyum, sigur hann. Tá royndartíðin er liðug um fimm ár, fara donsku heilsumynduleikarnir at taka støðu til, um skipanin skal gerast varandi. Hoyr samrøðuna við Bjarka á Rógvi Hansen. Nú ber til at søkja um stuðul til grønmetisframleiðslu. Í løgtingsfíggjarlógini fyri 2017 eru játtaðar 400.000 krónur til at stuðla verkætlanum og royndum við føroyskari grønmetisframleiðslu. Játtanin er liður í ætlanunum hjá landsstýrinum um nýggjan landbúnaðarpolitikk, har eitt av málunum er at økja um framleiðsluna av dygdargóðum føroyskum landbúnaðarvørum, harundir at framleiða grønmeti. Tað skrivar Búnaðarstovan á heimasíðuni . Búnaðarstovan umsitir játtanina, og evsta mark at søkja um stuðul til grønmetisframleiðslu er 27. februar. Hoyr samrøðuna við 33 ára gamla Silas Olofson, sum hevur búð í Turkalandi í fýra ár, har hann hevur virkað sum prestur í eini samkomu. Talan er um bindiklubbar, har báðir partar hittast at binda og at práta og harvið hjálpa tilflytarum at verða knýttir tættari at føroyska samfelagnum. Sunneva Háberg Eysturstein, ein av fyriskiparunum, og Juliana Arias, ið flutti til Føroyar úr Kolumbia fyri hálvum ári síðani, vitja. Hvussu er lívið, sum listakvinna í Føroyum Hvørjar ivar, óttar, vónir og dreymir hava hesar ágrýtnu, passioneraðu og djørvu kvinnur Í trimum sendingum fara vit á rannsóknarferð í átta kvinnulistarlívum, har ljós verður varpað á ein samfelagsbólk, ið livir undir annarleiðis lívskorum enn tær kvinnur, ið hava fast starv við fastari løn, eftirlønar , tryggingar og frítíðarskipan, stjóra og starvsfeløgum. Nettostøðan hjá húsarhaldum frá september 2013 til árslok í fjør er hækkað úr 876 milliónum krónum upp í eina milliard og 425 milliónir krónur. Hinvegin eru útlánini hjá vinnufeløgum størri enn innlánini, men útlánini hjá vinnuni eru kortini minkað seinastu árini. Munurin í løtuni er 1275 milliónir krónur. Frá 2013 til í fjør eru vinnuútláninbi minkað 434 milliónir krónur, ella góð átta prosent, men lánini til húsarhald eru vaksin eina milliard og 33 milliónir krónur, ella 14,3 prosent. Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í Almannamálum, sigur, at hon arbeiðir við at hækka játtanina til Barnaheimið, ikki í ár, men á fíggjarlógini næsta ár. Fyribils verður sagt, at hann kostar 80.000 krónur meturin. Ikki verður sagt, hvussu langur tunnilin verður. Uppskotið kemur frá Anniku Olsen, borgarstjóra í Havn. Hon hevur sett fólk at kanna og koma við uppskoti um eina tunnilslinju av Hvítanesi til Krákugjáar, møguliga heilt til Hotel Føroyar. Uppskotið er lagt fyri landsstýrið, og tað verður eisini lagt fyri býráðið at umrøða og taka støðu til. Tekningar og kostnaðarmeting koma helst í næstu viku. Og býráðið samtykti at fyrireika útbyggingina av vegakervinum í økinum, har sum innkomuvegurin skuldi gerast sambært semjuni við landsstýrið. Kjakast hevur verið í mong ár, um hvar og hvussu innkomuvegurin til Havnar skal gerast. Okkurt er longu gjørt. Millum annað hevur ein brúgv staðið í hálvum gekki ovarliga á Sundsvegnum í nógv ár. Í oktober í fjør varð sagt, at landið fyrireikaði arbeiðið at gera innkomuvegin, og hevur sett av 27 milliónir krónur til arbeiðið, sum skuldi byrja í ár. Tað sigur Hanus Hansen, reiðari, nú Borgarin er komin í flotan fyri Næraberg og Slættaberg. Hanus Hansen hevur ávarað ímóti uppboðssøluleistinum hjá landsstýrinum, í sambandi við at øll loyvi verða drigin inn á nýggjárinum. Og hóast trý uppsjóvarskip eru komin í flotan seinastu vikurnar, hevur hann ikki broytt støðu. Men nú nøgdirnar av uppsjóvarfiski eru vorðnar so stórar, ræður um at hava hóskandi skip, sigur Hanus Hansen. orgerður Katrín Gunnarsdóttir, fiskimálaráðharri, sigur við íslendska kringvarpið, at hon er sinnað at kanna, hvussu tað almenna kann hjálpa við at loysa trætuna. Ráðharrin hevur ikki sæð krøvini hjá pørtunum, so hon veit ikki, hvør ósemjan er. Hon er tó sinnað at kanna, hvussu stjórnin kann vera við til at hjálpa fiskivinnuni. Men politikararnir kunnu kanska hjálpa á annan hátt við almennum tiltøkum. Semingsstovnurin hevur ikki boðað fiskimonnum og reiðarum til nýggjan fund. Fyri átta árum síðani, tá Stig Pryds og familjan komu aftur úr summarfrí, byrjaðu beinini hjá honum brádliga at hovna við nógvari pínu. Stig Pryds sigur, at tað var sum at fáa eitt spark beint í andlitið. Nógvar nætur vaknaði hann av pínu og kendi tað, sum um onkur álaði beinini av sær. Eitt kvøldið kom hann upp úr kjallaranum, har hann hevði vant andadráttin í tí heita baðikarinum, segði hann við unnustuna, at nú skuldi hann ikki hava meiri heilivág Við allari pínuni hevði eg lært eg at slappa av og tá eg samstundis kom undir vatn og tystið lætnaði, tá fekk eg tað betur og betur. Í 2013 gjørdist Stig Pryds nummar fimm í fríkaving til donsku meistaraskapirnar. Tá hevði hann einans verði limur í einum fríkavarafelag í tvær vikur. Stutt eftir fekk hann mót uppá at byrja at kava djúpt og tá hann stutt eftir hevði roynt tað á einum skeiði í tí heita vatninum í Egyptalandi, var eingin vegur aftur. Tá eg fór niður um 20 metrar var kenslan fantastisk. Eg kundi lata meg søkka niður í vatnið uttan at brúka nakra orku. Bara hanga har, fullkomiliga avslappaður og kundi merkja, at trýstið spakuliga øktist og alt kendist betri og betri, inntil eg brádliga steðgaði, tí endin ikki var longri. Í dag heldur hann fyrilestrar og meinar, at hann aftur hevur nakað at geva. Herfyri kavaði hann niður á 101 metur og tók harvið sítt egna met. Eg hangi framvegis í og seti nýggj met. Men eg vil eisini læra frá mær. Ikki soleiðis at skilja, at fólk skulu kava 100 metrar niður, men nógv letur seg broyta, um ein er sinnaður at gera nakað nýtt og taka teir møguleikar, sum altíð vísa seg, sigur Stig Pryds. Fyrilestur við Stig Pryds verður í Klaksvíkar svimjihyli hóskvøldið, 16. februar, klokkan 19 Tað sigur Tórshavnar kommuna í svari til Yvirfriðingarnevndina, sum spurdi kommununa, hvat hon heldur um tað at friða nakrar hundrað metrar á Sundi. Og til eitt nýtt uppskot frá tunnilsfelagnum, hvussu spurningurin um grótið kann loysast. Yvirfriðingarnevndin bað Tórshavnar kommunu um at gera viðmerkingar til mótmælið frá borgarum í Kaldbak, og til eitt nýtt uppskot frá Pf. Eysturoyar og Sandoyartunnilin, um, hvat skal gerast við grótið úr Eusturoyartunlinum. Kommunan svarar, at tá tað ræður um kæruna frá borgarum í Kaldbak, so metir kommunan ikki, at talan er um eitt serstakt náttúruøki. Av tí at tað liggur upp at øki við vinnuvirkjum í umhvørvisbólki 4 6, hevur økið longu mist tað náttúruvirði tað einaferð hevði. Umhvørvisflokkarnir 4 6 fevna um bæði størri og smærri virkir av ymsum slag. Ætlaða broytingin liggur í einum øki, sum bleiv broytt frá einum B9, sum er eitt øki ið beinleiðis hevur við útflutning at gera, og B1 øki, sum hevur beinleiðis við rakstur av havnum at gera, í 2006 og hevur tað ligið sum B9 øki í almennu byggisamtyktini longri enn hetta. Grundgevingin fyri at Tórshavnar komuna á fyrsta sinni metti tað vera ráðiligt at fara undir hesa broyting av byggisamtyktini, eisini at umfata sjógvin, er tí at tað hevur víst seg, at tað er stórur eftirspurningur eftir vinnuøkjum í Tórshavnar kommunu serliga vinnuøkjum ímóti sjógvi. Økið á Sundi, norðanfyri økið sum broytingin fevnir um, er longu vinnuøki, og av tí at verandi øki er í brúk, metir Tórshavnar kommuna, at ráðiligt er at taka av møguleikanum at vaksa um økið. Av tí at óvissa valdar um økið á Sundi, hevur tunnilsfelagið gjørt eitt nýtt uppskot um, hvat skal gerast við grótið úr Eysturoyartunlinum. Skotið verður upp, at grótið verður lagt omanfyri tunnilsmunnan, og at trý gil í økinum tætt við, verða fylt upp við gróti. Í norðasta gilinum skal nýggi innkomuvegurin til Havnina verða, og hann skal liggja ímillum Inni á Hjalla og Skarðshjalla. Tórshavnar kommuna metir, at mest gagn fæst burturúr at brúka grótið til at útbyggja vinnuøkið á Sundi. Tá verður tað brúkt til at loysa trupulleikan við manglandi vinnuøki í Tórshavnar kommunu, ístaðin fyri sum ífylla í nøkur gil, sum ikki kemur nøkrum til gagns. Er meir grót enn tað sum skal nýtast á Sundi, so kann grótið kanska fyllast í gilini og nýtast til innkomuvegin, men tað er við fyrivarni, og má gerast í samráð við Landsverk, sum skal gera innkomuvegin. Kommunan heldur ikki loysnina við hinum báðum gilunum vera serliga hepna. Men verður loyvið givið til tað, so má ein neyvari viðgerð til, sigur Tórshavnar kommuna í svari til Yvirfriðingarnevndina. Tað koma væntandi 600.000 kubikk av gróti úr tunlinum, tað svarar til at í einum metra hædd, verður víddin sum 100 fótbóltsvallir til støddar. Djóralív og náttúra verða órógvaði av vaksandi talinum av ferðafólki. Radarin í dag viðgerð, hvussu sleppast kann undan at ferðavinnan órógvar náttúru og djóralív, samstundis, sum fólk á smærri plássunum kunnu fáa inntøkur av ferðavinnuni. Byrjað varð við rørportrið oman fyri bygdina, har sagt verður frá um sjálva bygdina, Tingstaðin uppi á Køtlum og minutíðina í Árnafirði. Síðan varð gingið oman í bygdina, har sagt varð frá um bønhúsið, sum hevur verið í bygdini, men sum einki sæst til longur, og at enda greiddi Hanus Poulsen frá um kirkjuna í Árnafirði. Vit hoyra ljóðmyndina Kring jørðina í kavbáti. Jules Verne skrivaði og Alex Sólstein týddi til føroyskt. Jens Tummas Næss sigur frá. Kári Sólstein setti saman og legði til rættis. Í hesi sendingini skulu vit hoyra um ein grísafarm í Froðba, og um kjakið hvørt fasta sambandið um Haraldssund eisini skuldi hava eina siglingarrennu. Og so er eisini ein samrøða við fólkakæra bispin Eivind Vilhelm, sum hevði verið á ferð í India. Hesar sendingarnar Á Sýnini vóru at síggja reglugliga frá 1985 til 1990. SvF legði seg longu frá byrjan eftir at hava regluliga mentanarsendingar, og vit skulu nú síggja eina frá 1985. Tað eru fimm evnir í sendingini. Vit hitta millum annað forvitnisligar persónar sum William Heinesen og Jóannes Kristiansen, og vit skulu hoyra um útgávur eftir Tórodd Poulsen og Frændir. Bandið er frá 1985, og tey gomlu bondini eru ikki í góðum standi. Tí er ein svørt strika gjøgnum myndina teir seinast 15 min av sendingini. Lagt til rættis Zacharias Hammer, Árni Gregersen, Jógvan Páll Johannsenen, Jógvan Asbjørn Skaale, Ragnar C. Joensen, Katrin Ottarsdóttir og Bergljót Debes Hentze. Eitt av stóru evnunum, sum verður viðgjørt á Torradøgunum, er uppskotið til fiskivinnunýskipanina. Í kvøld klokkan 19 00 verður stórt fiskivinnuting í Miðhøllini á Skúlatrøð, har allir politisku floksformenninir sita við pallborðið. Fríggjakvøldið heldur kjakið fram í kjakfundinum Hvat sigur fiskivinnan til uppskotið um fiskivinnunýskipan , sum verður í Miðhøllini á Skúlatrøð. Fundurin mikukvøldið verður sendur beinleiðis í útvarpinum og í sjónvarpinum. Fundurin fríggjakvøldið verður sendur beinleiðis í útvarpinum. Leðislan á skúlanum hevði ein varðhuga av, at tað vóru fleiri næmongar, sum ikki møttu til tíðina, og tí avgjørdi leiðslan at gera eina kanning hesum viðvíkjandi. Vagn Foldbo, skúlastjóri á Skúlatrøð greiðir frá. Avtalan um innkomuvegin til Havnar, sum Heðin Mortensen, borgarstjóri, og fyrisitingin hjá Tórshavnar kommunu gjørdu við Samferðslumálaráðið tann 7.oktober í fjør, kostar sera leysliga mett kommununi 27 milliónir krónur Býráðið samtykti avtaluna einmælt tann 27. oktober. Men avtalan bindur ikki landsstýrið, tí avtalan hevur ikki verið í løgtinginum. Kommunan skal leingja Flatarvegin, frá brúnni niðan til nýggja vegin, góðir 120 metrar, sum kosta 2,4 milliónir, og gera 220 metrar niðan fyri brúnna lidnar fyri 2,2 milliónir krónur Kommunan skal sambært hesum gera ein kilometur og 460 metrar av vegi fyri 27 milliónir krónur. Hitt skulu landið og tunnilsfelagið rinda. Avtalan sigur eisini, at skal ein tunnil gerast frá Villingardalsvegnum til økið, sum er undir Kerjum, tað er við Hotel Føroyar, skal kommunan rinda helvtina av honum, millum 50 og 65 milliónir krónur Tann tunnilin er hálvan annan kilometrar. Tann tunnilin skal gerast, sum tað stendur í avtaluni, tá ferðslutrýstið ger tað neyðugt. Brúkaraumboðið gjørdi eina ferðaskrivstovu varuga við, at hon á Facebook hevði eina lýsing, sum bað fólk bíleggja eina uttanlandsferð í dag fyri bara 1.800 krónur Ferðaskrivstovan umbar seg við, at møguligt var at bíleggja ferðina fyri 1.800 krónur, og so fingu fólk eitt skrivligt tilboð við ávísum hotelli og øllum prísinum. Tá ein prísur verður upplýstur í einari lýsing, skal allur prísurin upplýsast og ikki bara frammanundangjaldið. Ferðaskrivstovan steðgaði lýsingini eftir áheitan frá Brúkaraumboðnum. Nú ber til at søkja inn á gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar og yrkisútbúgvingarnar at byrja eftir summarfrítíðina. Tú kanst søkja til 15. mars, tá freistin er. Tú kanst annaðhvørt senda inn pappírsusókn, sum er tøk á heimasíðuni hjá Mentamálaráðnum, ella nýta talgilt umsóknarblað, sum eisini á heimasíðuni hjá Mentamálaráðnum. Talgildar umsóknarblaðið er knýtt at dátugrunni, sum fólkaskúlarnir eisini nýta til próvmet, og skipanin heintar sjálv persónsupplýsingar og støðu og próvmet fram í umsóknarblaðið. Tjørnuvíkingar kvøða Leiv Øssurson brot . Jákup Heinesen skipar. Dávur Emil Samuelsen skipar Grettiskvæði í Norðstreymoyar Dansifelag. Vága Dansifelag kvøður Stolt Signhild. Jónvør Joensen skipar. Jógvan Joensen, í Oyragarði, skipar Regi Smið í Stígum Fast. Vit hoyra Eysturoyar Dansifelag kvøða Blackman Konge. Ragnar Lamhauge skipar. Hilmar Kass skipar í Dansifelagnum í Havn. Børn í Tjørnuvík kvøða Tá eg verði stórur brot . Tjørnuvíkingar kvøða Skapilsisvísuna. Jákup Heinesen skipar. At end kvøða tjørnuvíkingar Finn hin Fríða brot . Óvist hvør skipar. Summar av upptøkunum í Tjørnuvík eru bara brot, tó ikki Skapilsisvísan. Hini kvæðini eru í fullari longd her á heimasíðuni. Politiskt trýst verður nú lagt á danska uttanríkisráðharran, Anders Samuelsen, í málinum um Silas Olofson, sum í farnu viku varð útvístur í Turkalandi Fleiri politikar í Fólkatinginum heita á danska uttanríkisráðharran um at fáa greiðu á málinum. Ozbilici tók mynd av drápsmanninum og dripna sendiharranum, og henda myndin er vald at vera ársins pressumynd, World Press Photo of the Year. Tey flestu, sum koyrdu í bussunum hjá Bygdaleiðum í fjør, koyrdu millum Havnina og Klaksvík, vísa tøl hjá Strandferðsluni. Leið 400 flutti til samans umleið 138.000 ferðafólk. Á farleiðini millum Havnina og flogvøllin ferðaðust 81.600 fólk, og í bussinum millum Fuglafjørð, Gøtudal og Klaksvík koyrdu sløk 75.000 fólk. 73.450 fólk koyrdu á Skálafjarðarleiðini. Leið 100, sum er millum Havnina og Vestmanna, flutti tilsamans 32.500 fólk í fjør. Bygdaleiðir hava til samans 19 farleiðir. Í tíðindasendingini fríggjakvøldið 10. februar bar útvarpið tey skeivu tíðindi, at Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, er í farloyvi úr starvi sínum í TF Holding, og at hon tí er ógegnið at standa fyri kanning av Eik málinum hjá TAKS, eftirsum TF Holding eigur Eik. Tað segði Hanus Hansen, reiðari og stjóri á Kósini, á fiskivinnufundinum í Klaksvík í gjárkvøldið. Orsøkin er, at tað liggur í kortunum, at ræðisrættindini skulu minka munandi í nýggju fiskivinnunýskipanini, segði Hanus Hansen. Snorri Patursson væntar ikki, at føroyingar fara at droppa sósina alt fyri eitt, men kanska tað ikki verður eins ofta og tað hevur verið. Í nærum 38 ár hevur hann sagt Føroya fólki tíðindi úr øllum heimsins herðashornum, og dag um dag hevur hann sagt okkum, hvat veðurmenninir hava spátt um veðrið á okkara leiðum. Fram um allar er hann útvarpsrøddin. Útvarpsmaðurin Ívar Iversen fylti 67 ár í 1998, og tað bar í sær, at hann var loystur úr starni í Útvarpinum 1. mars hetta árið. Sítt lívsstarv tók Ívar umborð á postbátinum av Oyri til Havnar. Hann arbeiddi hetta tíðarskeiðið á Loranstøðini á Eiði, men hevði gjørt av at fara til skips aftur, tá hoyggingin var av. Hann hevði frammanundan eisini siglt sum telegrafistur. Umborð á postbátinum bað fyrrverandi útvarpsstjórin Aksel Tórgarð, sum var blivin prestur í Kvívík, Ívar fara suður í Útvarpið at hjálpa Niels Juel Arge tað summarið. Spotify er heimsins størsta tónleikatænasta við meira enn 100 miljónum brúkarum, av teimum rinda 40 milliónir fyri at brúka tænastuna. Fyrr í hesum mánaðinum skrivaði tíðindatænastan, TechCrunch, at Spotify hevur útsett æltaðu børsskrásetingina til í fyrsta lagi 2018, tí figgjarliga støðan skal batna fyrst. Spotify hevur 10 ár á baki, men hevur ongantíð havt yvirskot, og samstundis stríðist Spotify, sambært TechCrunch, við 1,5 milliónir dollarar í skuld, tað svarar til 10,5 milliónir krónur. Meginparturin av skuldini er fimm prosent í árligari rentu, og at sambært lóggávuni, kunnu lánveitarar gera lánini um til partabrøv í Spotify við 20 prosentum í avsláttri, tá fyritøkan verður børsskrásett. Nú børsskrásetingin fyribils er útsett, kann tað, sambært BBC, geva Spotify fíggjarligar trupulleikar. Eitt av endamálunum við børsskrásetingini er júst at fáa pengar í kassan. BBC skrivar, at stóra uppgávan hjá Spotify nú er at gera nýggjar avtalur við stóru plátufeløgini, Universal, Sony og Warner, um at brúka tilfar hjá teimum. Seinasti rættarfundur var farna fríggjadag. Tað var áttandi dagurin, ið brúktur varð til málið. Eitt mál, har 12 kvinnur hava verið avhoyrdar, trý fakfólk av ymiskum slagi, umframt kommunulæknan sjálvan, ið er ákærdur fyri fýra ymisk brot á revsilógina. Fyrsti rættarfundur var 23. januar, seinasti rættarfundur var 10. februar. Endurgevingarforboð hevur verið fyri so at siga alt rættarmálið. Men soleiðis er ikki í dag, tá dómurin verður sagdur. Tað er alment og tí verður meira at frætta um hetta mál í tíðindasendingum seinni í dag og her á kvf.fo Freddie Poulsen, kommunulækni, ið síðani 23. januar hevur sitið á ákærubeinkinum í Føroya rætti, ákærdur fyri at hava misnýtt fleiri kvinnur, er sekur. Tað er niðurstøðan hjá Føroya rætti, sum klokkan 13 feldi dóm í drúgva sakarmálinum móti kommunulæknanum, sum millum annað virkaði sum lækni í Havn. Føroya rættur dømdi hann eitt ár og seks mánaðar treytaleysa fongsulsrevsing, hann missir læknaloyvið fyribils og skal rinda endurgjald til allar kvinnurnar. Sjey kvinnur skulu hava 10.000 krónur í part, ein fær 11.500 og ein onnur kvinna fær 23.000 krónur í endurgjaldi, sambært dóminum hjá Føroya rætti. Tann nú dømdi kommunulæknin varð í Føroya rætti funnin sekur í at hava misnýtt sítt starv til at gera seg kynsliga inn á níggju kvinnur. Freddie Poulsen varð eisini dømdur sekur í álvarsamasta brotinum á grein 224 í revsilógini, ið snýr seg um aðra kynsliga samveru enn samlegu. Hann var ikki hjástaddur tá dómurin fall. Nú fer Bjørn á Heygum, verji, at tosa við dømda kommunulæknan um hann tekur við dóminum ella um dómurin skal kærast. Málið móti kommunulæknanum byrjaði í 2010, tá løgreglan fekk ta fyrstu fráboðanina. Fleiri kvinnur boðaðu aftaná løgregluni frá, at tær eisini høvdu verið fyri kynsligum ágangi. Tilsamans 19 kvinnur høvdu meldað kommunulæknan fyri kynslig misbrot, tá tær vóru í viðtaluni hjá læknanum. Seks mál vóru fyrnað, tá tey vórðu meldað, og í einum føri gjørdi eitt mistak hjá løgregluni, at tað málið var fyrnað. Dómarin fríkendi kommunulæknan í tveimum førum, og í einum føri staðfesti dómarin, at málið var fyrnað. Tí bleiv læknin dømdur fyri at hava gjørt seg inn á níggju kvinnur. Kommunulæknin var skuldsettur í tvey ár áðrenn ákæruritið varð liðugt, og tað er átaluvert, hevur Bjørn á Heygum, verji, sagt við útvarpið. Talan hevur verið um eitt sera umfatandi mál. Tí tók tað so langa tíð at fyrireika, segði Linda Hesselberg, ákæri, við útvarpið í august. Leygardagin vera steypafinalurnar í hondbólti. Tað er ikki so óvanligt, at síggja Neistan og Kyndil í kvinnufinaluni, men tað er bara einaferð áður komið fyri, at H71 og StÍF hava møtt hvørjum øðrum í finaluni. H71 er favorittur at vinna steypafinaluna hjá monnum, men í kvinnufinaluni er torført at meta um, hvør fer at vinna, tí liðini eru so jøvn. Tað heldur Birgir Hansen, hondbóltsserfrøðingur. SÍ EISINI Kommunulækni funnin sekur Hansara áskoðan er, at hann er ósekur. Tá hann so fær ein so harðan dóm, hálvtannað ár, er tað álvarsligt. Tí hann metir seg í fyrsta lagi vera ósekan, og í øðrum lagi er revsingin ov hørð. Við vón um frídøming fer hann tí at kæra, sigur Bjørn á Heygum, sakførari, og leggur aftrat, at kæran verður send dómsvaldinum longu í dag. Jákup Suni Lauritsen, formaður í nevndini, sigur, at hann hevur skilt, at øll sjey økini, sum eru umboðað í nevndini í SEV, fara at skjóta nýggjar nevndarlimir upp á eykaðalfundinum. Nevndin í SEV skal veljast av nýggjum eftir kommunuval. Kommunuval var í november. Sjey limir eru í nevndini, sum umboða Norðoyggjar, Norðstreym, Suðurstreym, Eysturoynna, Vágar, Sandoynna og Suðuroynna. Nevndin skipar seg sjálv. Fyri fýra árum síðani vórðu tríggir nýggir nevndarlimir valdir, men fyri átta árum síðani varð øll nevndin skift. Ein milliard verður lænt úr amerikanskum fíggingarstovnum, og 600 milliónir verða læntar úr Svenska Enskildabankanum og føroyskum fíggingarstovnum, upplýsir Jákup Suni Lauritsen. 800 milliónir krónur verða nýttar endurfígging, og restin verður nýtt til at fíggja íløgur, millum annað at útbyggja motorverkið á Sundi. Felagið krevur, at stýrið verður dømt at viðurkenna, at tveir limir felagsins fingu ólógligar og ósakligar grundgevingar fyri, at tær ikki fingu starvið sum leiðari í Økistænastuni. Fýra kvinnur søktu í 2015 starvið sum leiðari í Økistænastuni í Sandoyar sýslu, tveir sjúkrarøktarfrøðingar og tveir heilsurøktarar. Allar fýra vóru til samrøðu í setanarbólkinum. Í setanarbólkinum vóru borgarstjórarnir í sýsluni. Teir eru stýrið í Økistænastuni. Annar heilsurøktarin, sum søkti, fekk starvið. Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar góðtekur ikki setanina og als ikki, at limir felagsins onga veruliga grundgeving fingu fyri, at tær ikki fingu starvið. Løgtingsins umboðsmaður og Innlendismálaráðið tóku undir við felagnum, men fingu ikki gjørt nakað við málið annað enn at vísa á skeivleikarnar. Tí fór felagið í rættin við málinum. Sigmund Poulsen, sum byrjaði sum journalistur í Útvarpi Føroya í 1978, var fyrst og fremst tíðindamaður. Men hann gørdi eisini nógvar sendingar millum ár og dag. Eitt nú hevði hann samrøður við listafólk, og gjørdi eina sendirøð um ymisk trúarsamfeløg í Føroyum. Axel Tórgarð, sum var fyrsti fyristøðumaður Útvarp Føroya, gjørdi millum 25 30 samrøður. Ofta við eldri fólk um lívið á landi og á sjógvi. Hann hevði eina aðrasamrøðu við Sonnu av Skarði í 1959, Dagar í Føgrulíð, um fyrstu árini á Føroya Fólkaháskúla í Føgrulíð. Axel Tórgarð var fyristøðumaður í Útvarpinum frá 1957 til 1960. Forlagið Sprotin gav út bókina í 2015, Edward Fuglø hevur gjørt kápumyndina til føroysku útgávuna. Sonja Kjølbro hevur staðið fyri umbótingini. Upphæddirnar, sum UEFA letur fyri luttøku og landsliðsleikarar eru vaksandi og í Sparta í dag spyrja vit, um milliónirnar kunnu skapa eina gjógv ímillum føroysku fótbóltsfeløgini. Klokkan 13 í dag feldi Føroya Rættur dóm í drúgva sakarmálinum móti einum kommunulækna, fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á nakrar kvinnur. Føroya rættur dømdi hann eitt ár og seks mánaðar treytaleysa fongsulsrevsing, hann missir læknaloyvið fyribils og skal rinda endurgjald til allar kvinnurnar. Sjey kvinnur skulu hava 10.000 krónur í part, ein fær 11.500 krónur, og ein onnur kvinna fær 23.000 krónur í endurgjaldi, sambært dóminum hjá Føroya rætti. Dómurin verður kærdur, sigur Bjørn á Heygum, verji. Sambært verjanum metir kommunulæknin seg í fyrsta lagi vera ósekan, og í øðrum lagi metir hann dómin verða ov harðan. At dómur er fallin, og kommunulæknin er funnin sekur, er hevur stóran týdning fyri kvinnurnar, ið hann er dømdur at hava gjørt seg inn á, heldur Rigmor N. Arge, sálarfrøðingur. Innkomuvegurin oman fyri Hoyvíkina má gerast liðugur, tí ferðslutrýstið í Hoyvík er rættuliga stórt, tað heldur Tróndur Sigurðsson, fyrrverandi formaður í byggi og býarskipanarnevndnini í Tórshavnar kommunu. Elsti klædnahandil í landinum letur nú aftur. Skálabúðin í Havn hevur selt føroyskum kvinnum klæðir, gardinur og so at siga alt annað í samfull 64 ár. So tað er ein verulig býarmynd í Havn, sum lat dyrnar upp í 1954, sum nú letur aftur. Í tretivu ár var Niels Juel Arge tann karismatiski stjórin á føroyska útvarpsloftmiðlinum. Kortini dámdi honum betur á dekkinum enn á brúnni. Hann var tann føddi frásøgumaðurin, sum vildi fortelja. Hann skapaði sjálvur føroysku útvarpsreportasjuna og ítróttafrásøgnina. Hann var røddin, sum allir føroyingar vuksu upp við í 60 og 70 árunum. Hann var virdur og avhildin. Hann ráddi fyri borgum á Bryggjubakka, og kravdi, at hini fylgdu honum. Tignin var so bjørt, at summi firnaðust honum. Hann var ímyndin av Útvarpi Føroya. Heilhugaður virkaði hann fyri einum føroyskum útvarpi, tó at umstøðurnar vóru smáar og politiski viljin lakur. Hann tók stig til eydnuspælið V4, sum fíggjaði eitt nútímans útvarp. Tá ið hann legði frá sær í 1990, var útvarpið so nógv framfarið, at tað var ikki at líkna við tann stovn, sum hann tók við leiðsluni á tretivu ár frammanundan. Í sendingini fáa vit søguna um havnardrongin, sum kendi loftmiðilin sum sítt kall, og sum gjørdist kendasta røddin í landinum. Kona, børn og fyrrverandi útvarpsfólk siga okkum søguna um Niels Juel. Hoyr sera spennandi kappingina her millum listfrøðingin Solveig Hanusardóttir Olsen og tónleikafrøðingin Knút Háberg Eysturstein øðrumegin, og tíðindamannin Árna Gregersen og fólkatingsmannin Magna Arge, hinumegin Framleiðarin tekur aftur 500 milligram Pamol tablettir í pakkum við 300 tablettum í. Tað er ikki greitt, hvussu nógvir pakkar eru seldir. Takeda Pharma tekur málið í størsta álvara og kannar tað til fulnar, eitt nú skjalprógv fyri framleiðsluna av tablettunum, stendur í tíðindaskrivi, sambært Ritzau. Pamol pakkarnir hava eitt seriu nummar, sum stendur á síðuni á pakkanum, og tú kanst á heimasíðu okkara, kvf.fo, síggja, nummarið, sum talan er um. Pakkarnir eru seldir síðani januar 2017. Mælt verður til, at sjúklingar, avvarandi og røktarstarvsfólk, sum hava tikið í móti Pamol við hesum seriunummari, ikki brúka tablettirnar, men lata tær aftur til apotekið sum skjótast, skrivar Ritzau. Yvirskipaða vísitalið fyri allar fimm kanningar, sum verða gjørdar tvær ferðir um árið til konjunkturbarometrið, er vaksið úr 16 upp í 31 síðani juni í fjør. Millum annað verða fólk, ella húsarhald, spurd, hvat tey vænta sær av framtíðini. Nøkur fleiri enn í juni í fjør hava góðar vónir um búskapin. Hagstovan sigur, at tekin eru um, at yvirhøvur hava húsarhaldini møguleika og eisini hug at brúka eitt sindur fleiri pengar til nýtslu. 17 mánaðir eru samstundis tað mesta síðani fyrstu konjunkturkanningina í januar 2006. Handilsvinnan er hinvegin minni jalig nú enn hon var i juni í fjør. Men hjá tænastuvinnuni eru tey meira jalig. Tænastuvinnan væntar framvegis at selja meira. Og hon væntar eisini at fáa brúk fyri fleiri fólkum í arbeiði enn vinnan væntaði í juni í fjør. Fráboðaðu ferðsluóhappini vóru eisini nógv færri í fjør enn í 2008. Tey vóru 474 í fjør og 848 í 2008. 27 fólk fingu skaða í ferðsluóhappum í fjør, tey vóru 67 í 2008. Føroya rættur hevur dømt tveir menn ávikavist átta og 14 mánaðar fongsulsrevsing fyri at smugla ecstasy tablettir. Tað skrivar TAKS á Facebook. Menninir, sum eru dømdir, skuldu hava brævið við tablettunum, ið varð sent til ein bústað í Føroyum, men ein tollari hjá TAKS fann brævið á posthúsinum í Havn. Tað verður ikki sum tað plagdi at vera elsta fólkið í bygdini, sum trýstir á knøttin, men Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, sum skjýtur fyrsta skotið. Aksel V. Johannesen, løgmaður, Artur Johansen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu og Teitur Samuelsen, stjóri í P f Eystur og Sandoyartunlum, halda røður. Partafelagið vil fegið hava nógv fólk til hátíðarhaldið, tí Ternan siglir av Havnini inn á Strendur og aftur til Havnar eftir hátíðarhaldið. Túrurin er ókeypis. Á vegnum verður lagt at í Nólsoy. Bussur koyrir frá Ternuni til tunnilsmunnan, og frá tunnilsmunnanum til bygdarhúsið á Strondum og aftur til Ternuna. 7. februar átti Shari Mikkelsen úr Klaksvík tvíburar. Tvær gentir. Shari er glað og vælnøgd fyri dagarnar hon hevur verið á føðideildini, og tvíburarnir trívast væl, sigur hon. Føðideildin hevði mest at gera í juli og august, har ávikavist 72 og 70 føðingar vóru. Sostatt eru 77 børn fleiri fødd á Landssjúkrahúsinum í 2016 í mun til árið fyri, tá 599 børn vóru fødd á Landssjúkrahúsinum. Á Suðuroyar Sjúkrahúsi vórðu seks børn fødd í 2016. Hon greiðir í brævinum frá, at hon er umboðsfólk hjá afroamerikanskum kvinnum, sum vilja finna saman við monnum av øðrum fólkaslagi hvítum monnum úr øðrum londum. Við í ferðalagnum eru nakrar amerikanskar svartar kvinnur sum hava ynski um at vitja Norðanlondini og kanna, um tær eru sinnaðar at búgva har og finna sær ein íslendskan ella føroyskan mann. So Anna Poulsen hevur ringt til Lorraine Spencer. Hon spurdi millum annað, hví hon hevur valt at koma júst til Føroya við einum ferðalagi av afroamerikanskum støkum kvinnum Royndir reiðarar fara framhaldandi at hava lættari við at fáa fígging. Tað siga stjórarnir í tveimum teimum størstu bankunum í landinum. Jóhann L tzen, Jóannes Skorheim og Palli Skorheim hava keypt Norðlýsið. Jóhann L tzen er høvuðseigari, og hann verður stjóri í felagnum, sum eigur Norðlýsið. Hetta er ein veldiga spennandi avbjóðing, sum eg gleði meg at fara í gongd við, segði Jóhann L tzen í gjárkvøldið, tá sølan var avgreidd. Vit práta við Anniku Árting, Ragnhild Dam og Rebekku á Neystabø, sum eru nakrar av teimum seinastu, ið hava fingið møguleikan at valt kreativubreyt. Torben Nielsen sigur við Berlingske Business, at kanska verður stevningin um ærumeiðing tikin aftur. Hann sigur, at hann tosar við Jørn Astrup Hansen. Um til ber at fáa semju um eina loysn, verður stevningin tikin aftur. Men Torben Nielsen sigur, at hann hevur ikki tosað við nevndina í Eik um hetta enn. Jørn Astrup Hansen sigur við Berlingske Business, at hann vónar, at nevndarformaðurin fær endað málið soleiðis, at ikki ov nógv fáa skaða, sum hann sigur. Landsstýrismaðurin vil hava, at Landsverk fer undir at bora tunnlar aftur, og í tí sambandi hevur hann heitt á Landsverk um at kanna millum annað prísin. Tað var á fundi í gjár, at landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Henrik Old, tosaði við Heðin Zachariasen, borgarstjóra í Sunda kommunu, um ferðslutrygdina til Tjørnuvíkar og onnur ferðsluviðurskiftir, í Sunda kommunu, tá hetta kom fram. Tunnilsbólkurin, sum Landsverk arbeiðir við at skipa, skal kanna hvussu boringin og tunnilsarbeiðið skal skipast við fólki, hvørjar maskinur eru neyðugar, og eisini hvat hetta yvirhøvur fer at kosta. Landsverk skal eisini gera ætlan fyri, hvar í landinum byrjað verður at bora, hvussu nógv kann borast hvørt ár, og hvat tað fer at kosta. Kjørbreyt var ein vælumtókt leypasending, tað er ein sending við nógvum ymsikum evnum, sum varð send síðst á áttati og fyrst í níti árunum. Fitt av skemti og tónleiki var eisini í Kjørbreyt, í hesi sendingini er Hjarnar við í upptøkuhølinum. Vertir vóru Árni Gregrsen og Øssur Winthereig. Tíðin er um at ganga undan hjá hjá Høgna Hoydal, sum skal leggja uppskotið fyri løtingið í seinasta lagi týsdagin 28. februar klokkan 14, skal uppskotið viðgerast í hesi tingsetuni. Evstamark fyri at leggja lógaruppskot fram er 7. mars, og frammanundan skal uppskotið helst hava verið til hoyringar. Tað kann tó gerast neyðugt at leggja uppskotið fyri tingið, uttan at hoyringarumfarið er liðug, sigur Høgni Hoydal í dag. Í gjár boðaði Jógvan Skorheim, formaður í Nýggjum Sjálvstýri frá, at hann er til reiðar fara upp í samráðingarnar, sum annars bara hava verið millum samgonguna og Sambandsflokkin seinastu tíðina. Kann Nýtt Sjálvstýri verða við til at avmarka víðfevnda arbeiðssetningin í samgonguskjalinum og avmarka uppboðssøluna, so vilja vit tað. Eg vil lata hurðina á glopp, men tað stendur til landsstýrismannin, um hann tekur av, og er hugaður at fáa eina breiða semju um fiskivinnuna, sigur Jógvan Skorheim í tíðindaskrivi til miðlarnar. Hetta hevur tó ikki broytt samráðingarstøðuna millum samgonguna og Sambandsflokkin, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Tað upplýsir Rigmor Dam, landsstýriskvinna, í svari til Bjørn Kalsø í Sambandsflokkinum, sum hevur spurt um nýggja leiðslubygnaðin. Í gamla bygnaðinum vóru 13 ársverk, og tað verða eisini 13 ársverk í leiðslubygnaðinum fyri Glasir, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna. Á Glasi verða fimm stjórar, seks deildarleiðarar, fýra umsitingarleiðarar og tríggir útbúgvingarleiðarar. Rektarin hevur yvirskipaðu ábyrgdina av Glasi og ein dekanur hevur ábyrgdina av hægri og víðari útbúgvingum. Tveir útbúgvingarstjórar hava ábyrgd av gymnasialum miðnámi og yrkisrættaðum námi, og ein umsitingarstjóri hevur ábyrgdina av umsitingini av skúlanum. Teir seks deildarleiðararnir hava starvsfólka og fakliga ábyrgd av lærarahópinum, og tríggir útbúgvingarleiðarar hjálpa útbúgvingarstjórunum at umsita útbúgvingarnar og næmingarnar. KT leiðarin, fyrisitingarleiðarin, fíggjarleiðarin og tekniski leiðarin vísa til umsitingarstjóran. Av tí at summi í leiðsluni eisini undirvísa, er bara ein partur av lønini, sum burturav er fyri leiðslu. Rigmor Dam sigur, at tað er umráðandi at skilja, at Glasir er ikki ein bygningur, men ein samanlagdur skúli, sum longu er fult virkin, og ar bygnaðurin ikki er tengdur at einum bygningi. Skal ein víðgongd samanlegging eydnast, er neyðugt, at starvsfólkini kenna leiðaran og at hann kennir síni starvsfólk. Tað er bara gjørligt, um hvør leiðari ikki hevur ov nógv starvsfók undir sær, sigur landsstýriskvinnan í mentamálum í svarinum til Bjørn Kalsø. Fólk valdu, men tey vistu ikki um avleiðingarnar av Brexit. Nú treytirnar verða settar, hava tey møguleika at hálsa um, fór Tony Blair at siga í røðuni, sambært The Guardian. Røðan, sum Blair skuldi halda í dag, er umstrídd, og Theresa May hevur eisini funnist teimum, sum nokta fólksins vilja, sum hon tekur til, skrivar The Guardian. Vit hoyra søguna Tá ið var sjórænari. Melinda Long skrivaði. Sjúrður Gulbein týddi til føroyskt. Leivur Thomsen gjørdi ljóðmyndina. Jensina Olsen lesur Á Torradøgunum í Klaksvík hittust formenninir í politisku flokkunum enn einaferð um hetta fantastiska orðið fiskivinnunýskipan. Enn einaferð haldi eg at politikararnir søgdu á leið tað sama, sum teir hava sagt seinastu tvey trý árini. Og enn einaferð var tað spurningurin um, hvussu skulu rættindini at fiska býtast út og harvið, hvør skal hava rættindini, sum var á dagsskránni. Hinir spurningarnir í fiskivinnunýskipanini stovnsrøkt, føroyskur keikantur, útlendskur ognarskapur sluppu undan viðgerð. Í vikuni heitti løgmaður á Eik at almannakunngera avgerðina frá Taks um nógv umrødda skattafrádráttin, men eigarin av Eik ætlar ikki at akta. Skal ein tryggingarfyritøka akta løgmann og almannakunngera síni skattaviðurskifti fyri almenninginum. Og enn einaferð verður spurningurin reistur, um tað skilagóða í, at bæði Runavíkar Kommuna og Tórshavnar Kommuna, eru farnir undir stórar havnaútbyggingar. Her heldur borgarstjórin í Runavíkar Kommunu, at løgmaður átti at blanda seg, men spurningurin er so um kommunurnar tíma at lurta eftir løgmanni ella tinginum. Talið av narkomálum hjá løgregluni er tvífaldað seinastu 9 árini, og narkodeildin í Havn metir, at fleiri fólk nýta rúsevni í dag enn fyri nøkrum árum síðani. Tað eru rættuliga nógv ung, sum koma í rúsevnistrupulleikar í dag, og ov lítið verður gjørt fyri at hjálpa teimum. Tað heldur Martin Kúrberg, leiðari á Herberginum, sum í 17 ár hevur arbeitt við viðgerð av rúsevnismisnýtarum. Í skjótt hálva øld hevur Oliver Joensen verið sjálv ímyndin av Norðlýsinum. Í gjárkøldið var vaktin hjá Oliveri, sum stjóri og eigari, tó liðug, tá Norðlýsið bleiv selt til Jóhann Lutzen og aðrar. Oliver Joensen fer tó at halda fram á Norðlýsinum í eitt ár afturat. Youtubarar. Um tú ikki kennir fyribrigdið, so er talan um nýggju stjørnurnar á internetinum. Børn og ung kring allan heimin brúka nógva at hyggja eftir youtubarum. Og nú eru føroyingar eisini byrjaðir at gera vart við seg á Youtube. Starvsnæmingur okkara seinastu vikurnar, Beth Olsen, úr Klaksvík, hevur hugt nærri at hesum sermerkta fyribrigdi. 42 umsóknir eru komnar inn til granskingarstuðul. Tað er væl fleiri enn í fjør, tá talið var 26, tað lægsta í nógv ár. Metið var í 2014, tá 48 umsóknir komu inn. Tað sæst á heimasíðuni hjá Granskingarráðnum. Søkt verður um góðar 37 milliónir krónur í stuðli. Granskingargrunnurin hevur umleið 7,3 milliónir krónur tøkar at býta út til granskingarverkætlanir í hesum umfarinum. Nú verður farið undir at kanna umsóknirnar fyri at vita, um tær lúka formligu treytirnar. Síðani skulu útlendskir serfrøðingar finnast, sum skulu meta um vísindaligu góðskuna í umsóknunum. Endaliga viðgerðin av umsóknunum verður í mai. Tilsamans eru næstan 200 verkætlanir stuðlaðar úr Granskingargrunninum, síðani hann var settur á stovn. 14 granskingarverkætlanir eru stuðlaðar úr Sjúkrakassagrunnunm síðani 2014. Í fjør varð útflutt fyri umleið átta milliardir krónur tilsamans, og tað er laksaútflutningurin, sum ger mun. Laksaútflutningurin vaks 31 prosent, ella 862 milliónir krónur meira enn árið fyri. Aftur í fjør var Russland tað landið, sum vit selja mest til. Umleiði ein fjórðingur av øllum útflutninginum fór Russlandi, 1,9 milliardir krónur 35 prosent av útflutninginum til Bretlans er laksur, og 92 prosent av øllum, sum vit selja til Kina, er laksur, vísa tølini hjá Hagstovuni. Spurningarnir snúgva seg um, hvat man ger, tá man hevur fingið ein loyniligan vin á arbeiðsplássinum, sum lúrir gjøgnum lyklarholið á vesinum, um hvat man skal gera, tá pápin møguliga hevur fingið nýggja damu, sum vil vera vinur við teg á Facebook, og um tað, at fólk bróta av, og rætta títt føroyska mál, tá tú tosar. Tað sigur Jørn Astrup Hansen, tá vit spyrja, um hann hevur fingið boð, um nevndin í Eik ætlar sær at sleppa stevningini móti honum fyri bakbit og ærumeiðing í skattamálinum. Tað kom fram í gjár í Berlingske Business, at Torben Nielsen er ikki so avgjørdur um stevningina móti Jørn Astrup Hansen, sum forstjórin í Eik, Súni Schwartz Jacobsen, er. Torben Nielsen er nevndarformaður, so hansara støðutakan vigar nógv í málinum. Hann sigur við Berlingske Business, at kanska verður stevningin um ærumeiðing tikin aftur, og at hann samskiftir við Jørn Astrup Hansen um málið. Sum áður nevnt, so sigur Jørn Astrup Hansen við útvarpið í dag, at hann einki hevur frætt, síðani nevndarfundin í Eik í gjár. Torben Nislen hevur sagt, at um til ber at fáa semju um eina loysn, ja, so verður stevningin tikin aftur. Men hendan útsøgnin kom, áðrenn hann hevði kunnað nevndina um sína støðu á nevndarfundinum í gjár. 23. september í fjør varð Jørn Astrup Hansen stevndur fyri bakbit og ærumeiðing fyri útsagnir í einum lesarabrævið í Sosialinum Eik vil hava útsagnirnar dømdar deyðar. Jørn Astrup Hansen skrivaði í apríl undir yvirskriftini EIK Fup eller Fakta , at TAKS fekk skeivar og villeiðandi upplýsingar frá EIk, og at tað er ilt at trúgva, at TF Holding og nevndarformaðurin í bankanum, Toben Nielsen, vóru í góðari trúgv, tá leiðslan í Eik og TF Holding royndu at lensa landskassan fyri 90 milliónir krónur, sum bankin ikki hevði rætt til. Síðani nógvu almennu umrøðuna, og almennu útsagnirnar hjá Jørn Astrup Hansen, kannaði TAKS málið av nýggjum, og broytti støðu. Gamaní hevði Eik rætt til frádrátt, sigur Taks, men rætta talið er ikki 90 milliónir, men null krónur. Ein kann siga, at Eik fekk rætt frá TAKS í, at bankin hevði rætt til frádrátt, men at Astrup hinvegin fekk rætt í, at Eik ikki hevði rætt til eina krónu. Týsdagin í aðru viku, tann 28. februar, skal Eik svara advokatinum hjá Jørn Astrup Hansen. Verður stevningin ikki tikin aftur, so skal advokaturin hjá Astrup svara, og síðani fer rætturin og tað verður so býarrætturin í Keypmannahavn at gera av, nær sakarmálið skal viðgerast har. Um málið kemur fyri rættin, fer advokaturin hjá Astrup at royna at fáa Eik at leggja niðurstøðuna hjá TAKS fram. Almenningurin er ikki sloppin at síggja hana Taks sigur seg ikki kunna almannakunngera hana, tí tað sigur lógin, og Eik vil ikki leggja pappírini fram, hóast sjálvt Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur heitt á bankan um at gera júst tað. Fíggjarmálaráðið skal nú undir at kanna, hvat vendir upp og hvat vendir niður hjá TAKS í hesum málinum arbeiðssetningurin er ikki liðugur enn, men ein spurningur er so, hví 90 milliónir, sum TAKS hevði givið Eik loyvi at draga frá, brádliga vísti seg at vera ein feilur, og at rætta upphæddin ikki var eitt einasta oyra í frádrátti. Tey størru línuskipini, sum frysta meira um samdøgrið enn got, fiskaðu eisini meira, og mest fiskaði Klakkur, sum fiskaði 726 tons í rundum, og seldi góð 500 tons av avhøvdaðum fiski. Tá manningarparturin við got var um 170.000 krónur , so verður manningarparturin hjá teimum størru bátunum í minsta lagi millum 200.000 og 250.000 krónur Váðasteinur, sum ísaði fiskin umborð, gjørdi tveir túrar til Nýfundlands. Teir landaðu báðar túrarnar í Føroyum, og seldu fyri tilsamans slakar 4 milliónir krónur Hann roknar við, at manningarparturin fyri teir báðar túrarnar í Nýfundlandi verður um 80.000 krónur , sum er munandi betri, enn um roynt varð undir Føroyum. Henrik Old, landstýrismaður, fer nú at kanna, um undirtøka er í samgonguni fyri at broyta linjuføringina til nýggja hvalbiartunnilin, soleiðis, sum bygdaráðið í Hvalba og býráðið á Tvøroyri vilja hava tað. Tey vilja hava linjuføringina broytta, so tunnilsmunnin hvalbiarmegin verður inni í dalinum, nakað niðan fyri verandi tunnilsmunna, og at tunnilin so kemur upp vestan fyri viðarlundina í Trongisvági. Og nú fer Henrik Old, landsstýrismaður, at kanna málið. Hann hevur givið Landsverki boð um fyribils at stegða á við ætlaðu linjuføringini, sum avtala varð gjørd við gamla bygdaráðið í Hvalba um. MB valdi annars stutt fyri freistina at skjóta Høgna í Stórustovu upp sum mótvalevni, men felagið tók uppstillingina aftur dagin eftir. Tað var fyrst og fremst fyri at fáa meira at vita um flóttafólk, at Uttanlandsnevndin hjá løgtinginum valdi Ísrael, nú hon fór uttanlands. Men tað eigur ikki at forða okkum í at hava ein føroyskan flóttafólkapolitikk, sigur Annita á Fríðriksmørk, forkvinna í Uttanlandsnevndini, sum kom heim aftur í gjárkvøldið eftir ein viku í Ísrael og Palestina. Annita á Fríðriksmørk rósar Løgtingsskrivstovuni og donsku sendistovuni í Tel Aviv fyri at hava lagt ferðina hjá nevndini sera væl til rættis. Tordur Niclasen fekk nógvar avbjóðingar á heilsumiðstøðini í Kummiut. Hann og familjan fingu tveir hundahvølpar frá kommununi. Tá tey fóru heimaftur, áttu tey 24 hundar. Teir vóru alneyðugir til stuttleika og veiðuferðir á ísinum. Tordur lærdi ongantíð at koyra hundalestu, men synirnir bjargaðu mongum fongi. Tordur hevði ikki tikið móti barni fyrr, men tað noyddist hann í Kummiut. Tað gekk við góðari hjálp frá einum tolki. Tordur Niclasen og hansara fullu væl til í Kummiut. Í hesi seinastu sendingini sigur hann frá hendingum á veiðiferðum og lívinum í Kummiut annars. Tí heita fólk í Kolbeinagjógv, á Morkranesi og á Selatrað nú inniliga á landsstýrismannin í samferðslumálum, Henrik Old, um at taka ítøkilig stig at fáa landsvegin til eina trygga farleið. Landsstýrismaðurin tók væl ímóti undirskriftunum, men gav eingi beinleiðis lyftir annað enn, at hann sum skjótast fer at hyggja at viðurskiftunum og fáa gongd á málið. Hann svaraði um ársskiftið spurningi frá Helga Abrahamsyni, løgtingsmanni, sum heldur tað vera stórt spell at brúka pengar til at umvæla ein veg, tá eingin nytta fæst burtur úr umvælingini, tí vegurin verður ikki asfalteraður. Nevndin brúkti hvørt høvið, sum beyðst, at gera vart við áhugan í Føroyum fyri fríhandilsavtalu við Ísrael, sigur Annita á Fríðriksmørk, forkvinna í Uttanlandsnevndini. Hetta er fyrstu ferð, at kanning av hesum slagi verður gjørd í Føroyum, og hon tekur útgangsstøði í líknandi kanningum, sum verða gjørdar í Noregi, Svøríki og Danmark, og so kunnu úrslitini samanberast. Endamálið við kanningini er, at kommunur og fyritøkurnar á staðnum kunnu brúka úrslitini til at bøta um umstøðurnar, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag. Í morgin fer løgtingið undir aðru viðgerð av uppskotinum hjá Akseli V. Johannesen, løgmanni, um at herða reglurnar um tilhald fyri at verja persónar fyri ágangi, forfylging og tráfylging tað sum eisini verður nevnt stalking. Uppskotið hevur verið til viðgerðar í Rættarnevndini, og allir limir taka undir við uppskotinum og mæla tinginum til at samtykkja tað. Higartil hevur bara borið til at áleggja tilhald, men nú kann eisini áleggjast uppihaldsforboð, og í ávísum førum at vísa persóni burtur úr heimi sínum í fýra vikur. Løgreglan sigur, at tilhald er vanligast í málum, har trupulleikar eru millum hjúnafelagar ella sambúgvar í sambandi við hjúnaskilnað, har partarnir ikki kunnu semjast aftaná. Eitt tilhald hevur gildi í fimm ár, ella til tað fellur burtur, tí parturin, sum hevur biðið um tilhaldið, tekur sambandið uppaftur við tann, sum hevur fingið tilhald. Ein óalmennur stalkingbólkur við umleið 20 fólkum er í Føroyum. Hetta eru persónar, sum hava verið, ella framvegis verða tráfylgdir, stalkaðir. Bólkurin hevur upplýst, at eftir teirra meting eru umleið 40 50 persónar, sum verða tráfylgdir í Føroyum. Málið stendur fremst á dagskránni til løgtingsfundin, sum verður í morgin klokkan 9 30. Í morgin klokkan 14 fer Henrik Old, landsstýrismaður, at lata fyrsta skotið av fyri Eysturoyartunlinum. Tað verður við tunnilsmunnan á Strondum. Ternan fer síðani inn á Strendur við gestum, sum ætla sær at uppliva løtuna, nú arbeiðið við at knýta Skálafjørðin við Havnina av álvara fer í gongd. Byggitíðin verður mett at verða trý til fýra ár, so tunnilin verður eftir ætlan liðugur í 2019 20. Næstur í røðini verður so Sandoyartunnilin. Hann skal eftir ætlan byrja í 2018 at standa liðugur í 2023. Eftir 110 ár við føroyskum telefonbókum kemur tann síðsta út. Fleiri hava longu vent sær til Føroya Tele og tryggjað sær at tey koma við í bókina. John Syderbø, marknaðar og produktstjóri hjá Føroya Tele, greiddi frá telefonbókini og hví hon nú fer í søguna. Eisini hevði hann eina telefonbók frá 1908 við sær. Fríggjakvøldið á Torradøgunum hittust umboð úr fiskivinnuni at kjakast um nýskipanina av vinnuni. Tey, ið sótu í pallborðinum í Miðhøllini á Skúlatrøð, eru hesi Poul Huus Sólstein úr Klaksvík, sølustjóri á North Pelagic Hanus Hansen, reiðari í Klaksvík Kristian Martin Rasmussen, reiðari í Klaksvík Annfinn Olsen, reiðari í Fuglafirði og formaður í Reiðarafelagnum Dánjal í Skálum, reiðari í Vestmanna Kristian Martin Petersen úr Fuglafirði, útgerðarmaður á Sandshavinum og nevndarlimur í Felagnum Línuskip Janus Knudsen úr Runavík, reiðari á fýra trolbátum Absalon í Buð úr Hvannasundi, formaður í Meginfelag Útróðrarmanna Mortan Berjastein úr Fuglafirði, nevndarlimur í Føroya Fiskimannafelag Vit síggja, hvørji valevni Russland heldur við í valstríðnum, nevniliga Marine Le Pen ella Francois Fillon. Men Emmanuel Macron, sum er fyri ES, hann er fyri álopi. Høgravíðgongda valevni, Marine Le Pen, er ímóti tilflyting og ímóti Europeiska Samveldinum, og konservativa valevnið Francois Fillon talar fyri tættari samstarvi við Moskva. Eftir tað, sum hendi í amerikanska valstríðnum, er tað okkara skylda at taka øll neyðug stig at tryggja, at demokratiska valið í Fraklandi verður virt, segði hann. Í Týsklandi verður tjóðartingsval í september. Angela Merkel, samveldiskanslari, hevur eisini tosað um vandan fyri, at Moskva fer at blanda seg í týska valið við cyber álopum ella miskunning. Eldra tíðarskeiðið hevur tó ikki fingið eins stóra umrøðu, sjálvt um flytingin millum ung úr Føroyum longu tá var vorðin partur av samfelagsgongdini. Morgunsendingin skiftir orð við Lív S. A. Simonsen, M.A. í søgu, sum hevur hildið fyrilestur um føroyskar kvinnur í Keypmannahavn frá 1900 til 1920. Í kvøld hoyra vit millum annað Berg og Jacobsens Dansiorkestur við Færoy Valsen, og Twilight Time við Lill Arne Søderberg. Lagt til rættis Hanna og Terji Jakobsen. Valstríð er í hesum døgum um forkvinnusessin í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Fýra limir hava boðið seg fram at standa á odda fyri felagnum næstu fýra árini. Óluva í Gong, sum er sitandi forkvinna, Elisabeth M. Hjaltalin, sum er deildarleiðari í Heilsu og Umsorganartænastuni í Havn, Annemi Lund Joensen, undirvísari á sjúkrarøktarfrøðisdeildini, og Jóngerð M. Nielsen, sum eisini er deilarleiðari á Heilsu og Umsorganartænastuni í Havn. Felagið sigur sjálvt, at áhugin fyri forkvinnuvalinum hesa ferð er metstórur. Og valfundir hava eisini verið og verða kring landið. Í morgin verður farið til Klaksvíkar, har valfundur verður á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Aðalfundurin í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar verður 18. mars. Tað stinga seg nógvir spurningar upp, tá fólk fyrireika brúdleyp. Tí hava Fríða Petersen, Esmar Petersen, Karis í Liða Hansen og Osvald Hansen ment ein heimasíðuportal, har møguleiki er at seta seg í samband við áleið 100 ymiskar veitarar, sum veita sína hjálp til brúdleypið, sigur Fríða Petersen, sum vitjar morgunsendingina. Svenska sendistovan í Washington hevur biðið amerikanska uttanríkisráðið um at nágreina eina serliga útsøgn um Svøríki hjá Donald Trump, forseta, í eini røðu, hann helt fyri viðhaldsfólki í Florida leygardagin. Forsetin róði í røðu síni framundir, at okkurt álvarsligt var hent í Svøríki fríggjadagin, uttan at greiða nærri frá tí. Tað skrivar svenska tíðindastovan TT. Hyggið, hvat hendi í Svøríki í gjár, segði Trump í sama viðfangi, sum hann nevndi fleiri europeiskar býir, har yvirgangsatsóknir hava verið. Greinin heldur fram niðanfyri. Mín útsøgn um, hvat fer fram í Svøríki, var ein ávísing til eina søgu, sum varð víst á Fox News um innflytarar og Svøríki, skrivar hann. Útsøgnin hjá Donald Trump hevur fingið stórt afturljóð á sosialu miðlunum, millum annað frá fyrrverandi svenska uttanríkisráðharranum, Carl Bildt. Sitandi svenski uttanríkisráðharrin, Margot Wallstr m, viðmerkti eisini á Twitter. Oxford Dictionaries valdi post truth til ársins orð í 2016, skrivaði hon. Tað sigur Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum. Tingbólkurin hjá Sambandsflokkinum fer seinnapartin á fund at umrøða fleiri mál, millum annað uppskot sum flokkurin fer at leggja fyri Løgtingið. Og so fer tingmanningin eisini at umrøða samráðingarnar við samgonguna um fiskivinnunýskipanina. Tað er eingin semja gjørd við samgonguna um fiskivinnunýskipanina, sigur Bárður Nielsen, formaður. Enn ber ikki til at siga, um Sambandsflokkurin verður saman við samgonguni, tá uppskot um fiskivinnunýskipan verður lagt fyri Løgtingið. Áðrenn samráðingarnar ímillum Sambandsflokkin og samgonguna byrjaðu, vildi Sambandsflokkurin hava trygd fyri, at flokkurin fekk neyðugu undirtøkuna fyri at leggja sítt egna uppskot fram, um samráðingarnar høvdu við sær, at freistin at leggja uppskot fyri Løgtingið fór. Tað hevur flokkurin fingið trygd fyri, og finst eingin semja um fiskivinnunýskipanina millum Sambandsflokkin og samgonguna, so fer Sambandsflokkurin at leggja sítt egna uppskot fyri Løgtingið, sigur Bárður Nielsen, formaður. Norðstreymoyar Dansifelag kvøða kvæðini, Gentukæti, sum Johannes Bjørgvin skipar. Tróndarkvæði, sum Johannes Bjørgvin skipar og Sverra ríma, sum Antenes Antoniussen skipar. 27. januar lýsti landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum eina kunngerð um tey 4.500 tonsini av makreli, sum eru oyramerkt til fiskivinnuroyndir í 2017. Næstan helvtin av felagskvotuni, 2100 tons, fór til Vestmanna, har uppsjóvarskipið FRAM skal fiska tað, og tað skal landast til Vestmanna Seafood, ið skal gera royndir. 900 av hesum vóru í ES sjógvi. Tí mátti Høgni Hoydal taka kvotur aftur frá teimum, sum longu høvdu fingið tillutað ES kvotur í desember í 2016. Við royndarkvotunum er Vestmanna Seafood tryggjað rávøru í nakrar mánaðir fram, og tað er av stórum týdningi fyri virkið, sigur Eyðun Olsen. Men hvat er tað nýggja, sum fiskavirkið í Vestmanna skal brúka kvoturnar til Eyðun Olsen vil ikki gera bandaða samrøðu við útvarpið í dag. Tað nýggja liggur í, at makrelurin verður frystur hvør sær heldur enn í blokki, so hann kann takast fram aftur og pakkast í smærri pakkum uppá eitt til tvey kilo, fortelur hann. Keyparin eru handlar og hotelketur og marknaðurin er í størri mun Evropa. Formaðurin í felagnum Nótaskip vildi í Norðlýsinum 2. februar vera við, at einki nýtt er í at frysta makrelin, men stjórin í Vestmanna Seafood vísir hesum aftur. Í dag frysta vit makrel í 20 kilo eskjum, sum verða seldar til Rusland, men vit royna at byggja ein marknað upp í Evropa til hotelketur og handlar, sigur Eyðun Olsen. Hann vil ikki gera nakra viðmerking til hvussu prísurin verður avgjørdur, nú eigarin í FRAM er nevndarformaður í Vestmanna Seafood, ið sambært lóg skal hava makrelin, tá hann verður landaður. Hon kannaði, hvussu viðurskiftini vóru fyri hersetingina, hvussu hon ávirkaði samfeløgini í Vágum, og hvørjar broytingar hersetingin elvdi til eftir heimsbardagan. Í hesi sendingini úr tí røðini vitjar Malan Johannesen ein gamlan urtagarð í Havn og tosar við Birgit Arge og Siggu Rasmussen. Sendingin er frá 1992. Mótmælini vóru vend móti teimum báðum forsetavalevnunum, Francois Fillon og Marine Le Pen, sum bæði eru undir ákæru fyri at hava misbrúkt almennar pengar. Í síðsta mánaði kom fram, at tann konservativi Fillon hevur givið konu síni í minsta lagi fimm milliónir krónur í løn fyri arbeiði, sum stórt spurnartekn nú er sett við, um hon yvirhøvur hevur gjørt. Tvey børn hjá Fillon vóru eisini á lønarlistanum hjá honum eitt skifti. Marine Le Pen, forsetavalevni fyri høgravíðgongda Front National, verður ákærd fyri av órøttum at hava fingið hálva triðju millión krónur frá Europa tinginum til at rinda løn til tvey av sínum starvfólkum. Síðani ákærurnar um misbrúk av pengum komu fram, er undirtøkan fyri Fillon sum valevni minkað nógv. Seinasta meiningarkanningin vísir, at hann stendur til eitt triðjapláss í fyrsta valumfarinum við 18,5 prosentum. Halda hesi tølini, sleppur hann ikki víðari til annað umfar. Hinvegin tykist tað ikki, at ákærurnar frá Europa tinginum móti Marine Le Pen hava minkað um hennara undirtøku í valstríðnum. Sambært AFP og Ritzau hevur hon stuðul frá 26 prosentum av teimum spurdu. Fraklendingar skulu velja nýggjan forseta um tveir mánaðir. 7. mai stendur dysturin millum tey bæði valevnini, sum hava fingið størstu undirtøkuna í fyrra umfarinum. Meiningarkanningar benda á, at Marine Le Pen fer at tapa í seinna valumfarinum, uttan mun til, um hennara mótstøðumaður eitur Fillon ella Emmanuel Macron, sum er triðja valevni til forsetasessin. Hann verður mettur at liggja á miðjuni á politisku ásini millum høgra og vinstra, og hann er ES vinarligur. Macron fær 23 prosent í fyrra valumfari, siga meiningarkanningar, sæmbært AFP og Ritzau. Seinni heimsbardagi ávirkaði Føroyar á so mangan hátt. Nú skulu vit síggja eina sending frá 1995 um hjúnini Beatu og Hildibjart í Dali, sum bert fingu tveir dagar saman, eftir at tey vórðu gift. Tey giftust í februar í 1940. Hildibjartur sigldi við einum donskum skipi, og hann kom soleiðis fyri, at hann var burtur øll krígsárini. Beata var í Danmark krígsárini og fór heim, tá kríggið var av. Einasta brævið hon hevði fingið frá Hildibjarti var í apríl 1940. Tá Hildibjartur so loksins kom til Føroyar í november 1945, ja, so máttu tey bæði so at siga byrja av nýggjum. Teir útivið 350 migrantarnir kluvu upp um høga hegnið, sum skilir landaoynna Ceuta frá Marokko. Fleiri fingu, sambært blaðnum El Pais, skaða, og í minsta lagi 11 vórðu flutt til kanningar á sjúkrahúsi. Hetta er aðru ferð í tríggjar dagar, at migrantar leypa á markið til spanska landaøkið í Norðurafrika. Fríggjadagin trokaðu 500 seg inn. Tá fingu løgreglufólk og migrantar løstir, tá migrantarnir kluvu uppum seks metrarhøga hegnið, sum er klætt við píkatráði. Eftir nýggjár eydnaðist fleiri enn 1.000 migrantum at klíva upp á hegnið, men ein krani tók tey niður aftur. Spania hevur tvær landaoyggjar í Marokko. Umframt Ceuta er eisini Melilla. Í 2016 komu til samans 1.000 migrantar til Spania gjøgnum hegnini rundan um sponsku landaoyggjarnar, skrivar El Pais. Talið er metlágt samanborið við undanfarin ár, skrivar Ritzau. Vit senda nøkur kvøld í februar mánað sendingar úr bandasavninum hjá KvF í samband við at stovnurin fyllir 60 ár. Evnið í sendingini í kvøld er líka so aktuelt í dag, sum tað var, tá sendingin bleiv gjørd fyri fyri 24 árum síðani. Hetta er hvat ið tey skrivaðu um sendingina í 1993 Seinastu árini eru 60 miljónir skarvaðar burtur av rakstrinum á teimum trimum sjúkrahúsunum. Hetta hevur havt við sær, at fólk mugu bíða munandi longur eftir at verða innløgd, og at tey verða útskrivaði nógv fyrr. Nú er aftur ætlanin at skera djúpt í sjúkrahúsverkinum. Skulu 36 milliónir sparast av rakstrinum longu í ár, er neyðugt annaðhvørt at niðurleggja eitt ella tvey sjúkrahús, ella at lata serviðgerðir falla burtur. Hetta søgdu tey also fyri 24 árum síðani. Bergljót Debes Hentze og Dagmar Jonesen Næs løgdu sendingina til rættis. Teir, ið stóðu fyri upptøkum og klipping, vóru Jógvan Eli Dam, Bjarni Árting Rubeksen og Jógvan Páll Johannessen. Umframt í høvuðsstaðnum Havana, verður í hesari sendingini eisini vitjað í vakra Vinjales, higani nógvar Kuba sigarir koma, og í sermerkta og søguliga býnum Trinidad. Nógvir av fordómunum fyri Kuba eru gjørdir til skammar, siga hjúnini Fríða og Heini Eysturoy, sum á túrinum hava staðfest, at landið broytist nógv júst í hesum døgum. Tey halda, at Kuba er eitt fantastiskt land við stórum mótsetningum. Tey, sum greiða frá í seinnu sendingini av Kuba, eru Óli í Búrstovu, Mirjam Johannesen, Maria Syderbø Mikkelsen, Sjúrður Skaale, Marjun Niclasen, Jorge Luiz, Fríða Eysturoy, Heini Eysturoy og Pavla Syderbø Mikkelsen. Seinni í ár skulu teljingarnar av laksalús almannakunngerast. Tað er neyðugt fyri at leggja enn størri dent á at basa laksalúsini, sum er ein hóttan ímóti allari alivinnuni. Tað sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður, sum fer at leggja uppskot fyri tingið um at broyta djórasjúkulógina, so lúsateljingarnar kunnu almannakunngerast. Seinastu tíðina hava verið samráðingar millum samgonguflokkarnar og Sambandsflokkin um fiskivinnunýskipanina, og samband er enn millum partarnar. Verkætlanin, sum Sjálvsognarfelagið Kirkjubøarvegur er í holt við, er eitt greitt tekin um, at bústaðarmarknaðurin í Føroyum er illa sperdur. Næmingarnir á námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum fyrr Læraraskúlanum halda tey vera spell, at leiðslan hevur strikað kreativu breytina í læraraútbúgvingini. Birgar Johannesen, sum hevur rikið býarsavnið í Havn í leigaðum hølum síðani í juli í fjør, gevst um mánaðarskiftið, tí tað ber seg ikki. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, hevur fingið undirtøku fyri at leggja fram uppskot um etiskt ráð, og landsstýriskvinnan væntar, at uppskotið verður lagt fyri tingið í morgin. Etiska ráðið hevur til endamáls at fremja og styrkja kjak og vitan um etiskar spurningar á heilsuøkinum, sæst í uppskotinum, sum varð sent til hoyringar í desember í fjør. Tað sigur KT felagið, sum undrast á, at sagt verður í lógaruppskotinum, at allar menningar og rakstraruppgávur verða bodnar út í fríari kapping við føroyskar veitarar, og ikki millum føroyskar veitarar. Tað hevur ovurstóran týdning fyri bæði KT vinnuna, almennar stovnar og ikki minst fyri samfelagið sum heild at varðveita og menna teir førleikar, sum í framtíðini skulu reka talgildu Føroyar, sigur KT felagið, sum annars tekur undir við at seta lógina um talgildu Føroyar í verk. Spurningurin er settur sum munnligur fyrispurningur, og miðflokkatingmaðurin hevur hug at knýta málið saman við, at Løgtingið hevur samtykt at knýta tættari bond við Turkaland. Spurningur okkara er, um landsstýrið ikki í dag hevur eitt upplagt høvi at broyta kós og velja ferðalag saman við tjóðum, sum taka frástøðu frá hesi stjórn, ið so opinlýst kúgar sítt egna fólk umframt leggjast á okkara, sigur Jenis av Rana í viðmerking til fyrispurningin. Magni Arge, fólkatingsmaður, hevur reist fyrispurning í Fólkatinginum um føroyska prestin, sum varð útvístur í Turkalandi, við tað at hetta er danskt málsøki. Vit hoyra søguna um Álv Ákason. Bókin eitur, Tel um grýlur, Álvur. Gunilla Bergstrøm skrivaði og Niels Jákup Thomsen týddi til føroyskt. Annika Arge Gregoriusen og Leivur Thomsen gjørdi ljóðmyndina. Higartil hevur hann fingið uppihaldsloyvi sambært ítróttaravtaluni, men hesa ferð hevur hann søkt um vanligt uppihaldsloyvi, sigur Leif Andre Eliassen, nevndarformaður í ÍF, við in.fo. Danska Udlændingestyrelsen hevur noktað Clayton Soares vanligt uppihaldsloyvi. Sum skilst snýr tað seg um lutfallið millum tað, sum hann hevur fingið fyri at spæla fótbólt, og ta upphæddina, hann hevur vunnið sær afturat. Sum nú er sær ikki út til, at Clayton Soares sleppur at spæla við okkum í ár. Sum avvarðani ítróttarfelag fáa vit ikki gjørt nógv. Tað er Udlændingestyrelsen, sum tekur avgerðina, sigur Leif Andre Eliasen. Verkætlanin verður framd í samstarvi ímillum Frítíðargrunnin, Klaksvíkar Kommunu, Kunoyar Kommunu, Viðareiðis Kommunu, Fugloyar Kommunu og Kunningarstovuna í Norðoyggjum. Í gjár ljóðaði annars, at Birgar Johannessen fær ikki býarsavnið at mæla runt. Tí noyðist hann at lata aftur 1. mars, um hann ikki fær pening til raksturin. Men býarsavnið fær nú ein skáa nakrar mánaðir afturat. in.fo skrivar í morgun, at nakrir havnarborgarar hava flutt savninum so mikið av peningi, at tað kann halda fram í eitt hálvt ár afturat á sama hátt sum higartil. Birgar Johannessen sigur við útvarpið, at hann er sera fegin um stuðulin, sum ger, at býarsavnið kann halda fram, men hetta er eingin varandi loysn. Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, segði við útvarpið í gjár, at hon fer at bjóða Birgari til samráðingar um, hvussu býarsavnið kann halda fram. Birgar Johannessen arbeiðir sjálvboðið við býarsavninum, hann fær onga løn, og hann hevur sjálvur savnað allar lutirnar saman. Hann hevur tørv á peningi til leigu og annað so sum reingerð. Hann bleiv bergtikin av rávørunum í Føroyum, men undraðist um somu tíð á, hví tað var so trupult, at fáa tær á føroysku matstovunum. Vit hoyra søguna um Karl, sum hevur ilt í oyrunum. Jonna Fritsdóttir Mortensen sigur frá. Aðrar røddir Heri Jacobsen, Kári Sólstein, Torkil Búason Tórgarð, Miriam Nolsøe Johannesen og Katrin Nolsøe. Aage Brandt skrivaði og Ella Smith Clementsen týddi til føroyskt. Finnur Hansen gjørdi ljóðmyndina. Nú verður spurningurin um Cannabis til føroyskar sjúklingar viðgjørdur í Løgtinginum. Tað er Jenis av Rana, løgtingsmaður og kommunulækni, sum hevur reist fyrispurningin. Landsstýriskvinnan í heilsumálum, Sirið Stenberg, verður biðin upplýsa fyri Løgtinginum, um føroyski heilsumyndugleikin hevur ætlanir um at bjóða føroyskum sjúklingum somu royndarskipan við cannabisúrdráttum, sum danska fólkatingið hevur samtykt at bjóða donskum sjúklingum. Danska Fólkatingið samtykti í november í fjør, at danskir sjúklingar frá 2018, í eini fýra ára royndarskipan, fara at fáa møguleika at verða viðgjørdir við nattúrligum cannabisúrdráttum. Talan er um nýtslu til ávísar sjúklingar við ávísum nærri nágreinaðum sjúkueyðkennum, eitt nú sclerosusjúklingar og krabbameinssjúklingar, har cannabis kann linna pínu og aðrar avleiðingar. Fyri smáum tveimum árum síðani broytti táverandi Sjálvstýrisflokkurin navn til Nýtt Sjálvstýri, og sambært formanni floksins skuldi tað vera eitt tíðaravmarkað heiti. Seinast stevnuskráin varð tillagað var í 1997, og er okkara samfelag munandi broytt síðani, sigur Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýri. Smyril fer til Danmarkar eftir midnátt fríggjakvøldið 17. mars. Og Galaxy fer fyrsta túrin av Tvøroyri til Havnar leygarmorgunin 18. mars. Strandfaraskip landsins hava leigað Galaxy í 28 dagar. Ferjan er bara leigað teir dagar, hon er í Føroyum. Ikki teir 24 dagarnar, hon brúkar at sigla til Føroya og úr Føroyum aftur. 30 útlendingar og 14 føroyingar fara at manna Galaxy, meðan ferjan er í Føroyum. Pláss verður fyri 400 ferðafólkum, og bildekkið tekur á leið líka nógvar bilar sum Smyril. Galaxy er bygd í 1979. Hon er skrásett í Panama, men eigararnir eru í Grikkalandi. Ferjan siglir vanliga millum Italia og Albania. Fiskaaling fær ikki lønsemi í hesa framleiðslu, tvørturímóti gevur rognframleiðslan undirskot. Tí hava vit gjørt av at steðga nú, sigur Jóhanna Lava Køtlum, stjóri. Fyrrapartin fingu sjey starvsfólk hjá Fiskaaling uppsøgn. Tað er hvørki krav ella sjálvfylgja, at føroyskir alarar keypa rogn frá Fiskaaling. Nú er støðan komin hartil, at Fiskaaling tapir kappingina við rognframleiðarar í Norra og Ísland, sigur Jóhanna Lava Køtlum. Tað sigur Atli Gregersen, stjóri í alifelagnum Luna, eftir at Poul Michelsen hevur boðað frá, at djórasjúkulógin skal broytast, so tølini kunnu almannakunngerast. Meira verður eisini at frætta í útvarpstíðindunum klokkan 18. Hátíðardámur var á Strondum í dag, tá Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, skeyt fyrsta skotið í Eysturoyartunlinum, og nú verður borað á Strondum. Tað verður ein stór avbjóðing at byggja Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin, men kanningar av lendinum, sum borast skal ígjøgnum í Eysturoyartunlinum, vísa, at eingir stórvegis trupulleikar skuldu verið við arbeiðnum. Í 2023, tá Sandoyartunnlin væntandi er liðugur, verður farið at gjalda lánið aftur, og báðir tunlarnir skulu verða afturgoldnir í 2040. Lækkar ferðaavgjaldið, fara ferðafólkini hjá Atlantsflogi at fáa bíligari ferðaseðlar, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways. Tær átta kvinnurnar eita Miriam Fossdalsá, Berghild Mittún, Borghild Andreasen, Hungerd N Arabo, Turið Av Teignum Jacobsen, Halla Nolsøe Poulsen, Paula Berg Høgnesen og Susanne Joensen. Allar hava bróstkrabba og eru farnar at fyrireika grannakaffi, sum verður í HB húsinum leygardagin 4.mars frá kl. 14 17. Tveir serfrøðingar komu til Froiðbiar og greinaðu teirra støðu og samráddu seg fram til nýggjar og nógv betri avtalur við kreditorar. Vit eru glað fyri hetta og vilja mæla øllum, sum eru í líknandi støðu sum vit, at vera opin um síni fíggjarviðurskifti, sigur Hans Emil Midjord við morgunsendingina. Nógv hevur verið tosað um prædikuna, sum var hildin úti í Hesti fyri góðum mánaða síðan, og tí hava vit fingið biskup, Jógvan Fríðriksson á gátt, at tosa um, hvat kirkjan er, hvønn kirkjan er fyri og hvat er synd. Biskupur tosar eisini um bøn, hvussu prestur orðar bønina, tá útvarpsmikrofonin er til staðar, og hvussu, tá mikrofonin ikki er til staðar. Atli Gregersen, stjóri í alifelagnum Luna heldur, at tað er rætt at almannakunngera teljingarnar, tí at trupulleikin við laksalús er so stórur. Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti, heldur hinvegin, at tað er óneyðugt at almannakunngera, av tí at allir alarar og myndugleikarnir vita, hvussu nógv laksalús er í føroysku alibrúkunum. Kvota 1, garantikvotient og miðalkarakterur verða av minni týdningi í framtíðini. Í øllum førum hjá teimum, sum vilja taka hægri útbúgving á Glasi. Umframt miðnám, bjóðar Glasir hægri lesna. Talan er um fýra fulltíðarútbúgvingar og tvær av teimum byrja í summar. Alt ov nógv vita ikki hvat tey fara í holt við, og tí er nógv fráfall hetta vil rektarin leggja upp fyri við upptøkusamrøðum. ÍSF hevur skrivað undir sáttmála við Atlantic Airways um at leiga tvey flogfør, men gistingin skal fáast upp á pláss og nøvnini á íðkarunum eisini. Í ár luttaka Føroyar í bogaskjóting, frælsum ítrótti, badminton, kurvabólti, súkkling, triatlon, golf, fimleiki, skjóting, svimjing, borðtennis, tennis og so flogbólti, har bara mansliðið luttekur. Út frá hesum ítróttargreinum er tað nógv sum bendir á, at Føroyar fara at roynast væl á Oyggjaleikunum, sigur Jarvin Feilberg Hansen, samskipari. Hvussu er lívið, sum listakvinna í Føroyum Hvørjar ivar, óttar, vónir og dreymir hava hesar ágrýtnu, passioneraðu og djørvu kvinnur Í trimum sendingum fara vit á rannsóknarferð í átta kvinnulistarlívum, har ljós verður varpað á ein samfelagsbólk, ið livir undir annarleiðis lívskorum enn tær kvinnur, ið hava fast starv við fastari løn, eftirlønar , tryggingar og frítíðarskipan, stjóra og starvsfeløgum. Eingin løgilding verður við nýggju broytingunum, og tá heldur einki eftirlit við teimum, sum fara at gera og selja mat. Tað fer eisini at bera til at brúka innfluttar rávørur. Verður løggilding ikki kravd av matvøruframleiðarum, kemur matvørutrygdin í stóran vanda, siga Birna Mørkøre, landsdjóralækni, og Heilsufrøðiliga Starvsstovan í hoyringarsvari til uppskotið. Grein 4 í matvørulógini sigur, at tey, sum gera matvørur at selja, eiga at gera tað á slíkan hátt, at fólk ikki gerast sjúk av tí. Uttanríkis og vinnumálaráðið sigur seg ikki hava grundarlag fyri at seta til viks fakligu metingarnar frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni og landsdjóralæknanum. Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur tikið avgerð um, at samanleggingin ikki fer at rigga, og at Søvn Landsins nú skulu lutast sundur í eitt sjálvstøðugt Landsskjalasavn, eitt Landsbókasavn og so ein nýggjan stovn, Tjóðsavn Føroya, sum skal hava virksemið hjá Fornimmissavninum og Nátturugripasavninum undir sær. Sámal Tróndur Finnsson Johansen, sum nú er deildarleiðari á Landsskjalasavninum verður stjóri har. Starvið sum deildarleiðari fyri Landsbókasavnið verður broytt til stjórastarv og lýst leyst. Lýsast skal eisini eftir stjóra til Tjóðsavn Føroya sum skjótast. Í hesi nýggju kabaluni liggur so eitt kort eftir tað er umstríddi stjórin fyri øllum stovnunum, Andras Mortensen. Men í sambandi við avgerðina hjá løgmanni at luta Søvn Landsins sundur aftur, so er avtala gjørd við Fróðskaparsetrið um at seta Andras Mortensen í starv á Søgu og Samfelagsdeildini. Rúni Rasmussen, deildarstjóri á Løgmansskrivstovuni, er settur sum fyribils stjóri á Søvnum Landsins til nýggju leiðslurnar eru settar, og Løgmansskrivstovan, sum hevur umsitið Søvn Landsins síðan fyrsta desember í fjør vegna ógegni í Mentamálaráðnum, fer at umsita søvnini eitt tíðarskeið afturat. Søgan um Søvn Landsins 1. januar 2011 sá ein nýggjur stórur stovnur dagsins ljós, hann fekk navnið Søvn Landsins. Samanleggingin varð gjørd uttan lóg, stór ónøgd hevur valdað á stovnunum, og nú verður so byrjað av nýggjum við trimum sjálvstøðugum stovnum. Áðrenn samanleggingina vóru fýra áður sjálvstøðugir stovnar Náttúrugripasavnið, Fornminnissavnið, Føroya Landsbókasavn og Føroya Landsskjalasavn. Endamálið við samanleggingini var á pappírinum greið effektivari fyrisiting, miðvísari lógarumsiting, styrkt fakligt umhvørvi og færri leiðarar. Og mett varð, at hesin nýggi stovnurin, ið skuldi virka sum myndugleiki fyri alt savnsvirksemi í Føroyum, kundi røkka góðu endamálunum. Men tað, sum var lætt á pappírinum, var ikki lætt í veruleikanum, og sjón gekk fyri søgn, tá ein lóg eftir samanleggingina skuldi gerast um Søvn Landsins. Tvær ferðir royndi Bjørn Kalsø, táverandi mentamálaráðharri at fáa eina lóg um Søvn Landsins samtykta. Men tað riggaði ikki seinnu ferð var tað eitt løgtingsval, sum órógvaði, segði Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum, við útvarpið í fjør. Tá so nýggj samgonga kom til, ja, so vildi hon nakað annað, og so kom lógin heldur ikki fyri løgtingið, men skuldi aftur smíðast av nýggjum. Men heldur ikki triðju ferð varð rokkið á mál. Tíðindi gingu nú eisini um ófrið og óngd millum starvsfólkini á teimum ymisku stovnunum og ónøgdin var serliga vend móti stjóranum Andras Mortsen. Ógegnið varð staðfest í Mentamálaráðnum aðalstjórin har og stjórin á Søvnum Landsins eru svágrar og so varð alt málsøkið flutt til Fíggjarmálaráðið. Og Fíggjarmálaráðið staðfesti, at Mentamálaráðið ikki hevði gjørt sítt arbeiði, at samanleggingartilgongdin var kollsigld, og at lógararbeiðið var steðgað upp. Og so mátti enn ein kanning gerast av Søvnum Landsins. Hana bað Fíggjarmálaráðið Jóan Paula Joensen, professara gera og hann skuldi eisini gera tilmæli um framtíðina hjá Søvnum Landsins. Hansara tilmæli var, at samanleggingin av Søvnum Landsins skuldi halda fram. So fekk Løgmansskrivstovan málsøkið aftur frá Fíggjarmálaráðnum. Og í dag hevur Aksel V. Johannesen, løgmaður tikið avgerð ikki um at samanleggingin skal halda fram, men at stovnarnir skulu slítast sundur aftur, og at teir tríggir stovnarnir aftur skulu hava hvør sín stjóra. Umstríddi stjórin á Søvnum landsins, Andras Mortsen, skal nú setast í starv á Fróðskaparsetri Føroya. Hvat er føsta og føstulávint Spurningin seta vit Armgarð Arge, og vit fáa nógv at vita. Eisini siga Filip, Bylgja og Eivi okkum, hvat tey fara at vera á førstulávint. Á aðalfundinum í 2016 var tosað um, at velja ársins sjúkrarøktarfrøðing. Felagið hevur tí avgjørt at limir felagsins skulu hava møguleika at velja ársins sjúkrarøktarfrøðing 2017. At hann sínum dagliga yrki hevur verið við til at menna sjúkrarøktarfakliga yrki á ein jaligan hátt. At hann hevur verið eyðsýndur sum kveikjari fyri starvsfelagar, nýútbúnar sjúkrarøktarfrøðingar og fyri tey lesandi. At hann á ein jaligan hátt hevur verið hugkveikjandi fyri sínar starvsfelagar. At hann er semjusøkjandi. Vit heita á limir okkara um at senda okkum innstilling, hvønn tit meta eigur at verða kosin ársins sjúkrarøktarfrøðingur 2017. Í uppskotinum skal stutt verða greitt frá, hví tit halda at tann ið tit skjóta upp, skal fáa heiðurin. Poul Andrias Ziska er vísir í, at føroysku rávørurnar, matmentanin, dugnaligu starvsfólkini og veitararnir hava stóran tydning í sambandi við Michelin stjørnuna. Serliga er tað heimagjørdi stílurin, við tí fríska úr sjónum og tí ræsta, sum gevur matstovuni ein kant, heldur hann. Men at hava eina Michelin stjørnu leggur trýst á Koks, og kokkurin vónar og væntar, at tað er at síggjast aftur í vitjanum á matstovuni. Støða er ikki tikin til, um prísirnir á matstovuni fara at hækka, nú Michelin stjørnan er komin í hús. Koks heldur til í Kirkjubø árið út. Arbeitt verður við nýggjari hølisloysn. Matstovan Koks hevur fingið eina Michelin stjørnu. Hetta er fyrsta stjørna hjá Koks og fyrsta Michelin stjørna yvirhøvur í Føroyum. Michelin metir matstovurnar út frá góðsku á rávørunum handverkið hjá kokkinum virði fyri pengarnar um matupplivingin er hin sama hvørja ferð um stílurin er serstakur Í øllum førum hava umboð fyri sjónvarpsrásirnar í báðum londunum, ávíkavist SVT og KNR, boðað frá, at tey fegin vilja fáa hendur á eintøkum av sendirøðini Koba og Vatnhamar, sum varð send í Kringvarpinum í heyst. Avtalan er komin í lag í sambandi við Nordiff, sum er eitt samstarv millum allar norðurlendsku public service rásirnar. Einaferð um árið hittast umboð fyri rásirnar at vísa hvørjum øðrum sjónvarpstilfar, sum tey hava framleitt. Hetta kemur púra óvæntað á meg. Eg havi satt at siga gloymt alt um hasa sendingina, eftir alt tað rokið, sum tíverri kom, áðrenn seinasti parturin skuldi takast upp, sigur Kári Sólstein, sum leggur afturat, at hann ætlar at gera eina roynd at slætta sjógv millum báðar frontmenninar í eini roynd at gera eina sendirøð afturat seinni í ár. Tað er greitt, at hetta er ein álitisváttan. Og kanska eisini ein kærkomin inntøkukelda til Kringvarpið, sum jú misti allar lýsingarinntøkurnar í fjør. So eg fari at gera eina roynd, sigur Kári Sólstein. Grønlendska KNR, svenska SVT og norska NRK hava valt sendingina Drongurin við svarta beltinum . Eisini spildurnýggja sendingin um demens, Vit eru enn til , verður væntandi at síggja á danska DR og grønlendska KNR. Vit hoyra Sumbiar Dansifelag kvøða Jallgrímskvæði. Gunnar Poulsen skipar. Niels á Velbastað skipar Herr Lovmand í Dansifelagnum í Havn. Eysturoyar Dansifelag kvøður Sreingirs vísu. Josva Rasmussen skipar. Jens Juul Sólbjørg skipar Ebbe Skammelsøn í Klaksvíkar Dansifelag. Dalbingar í Stígum Fast kvøða Fyrsta Gæliantstátt. Jógvan Adolf Johannesen skipar. At enda skipar Hargin Joensen Sigmundarkvæði nevnt Nýggja Sigmundarkvæði í Sumbiar Dansifelag. Dánjal Thomsen í Hvalba og Poul Midjord á Økrum yrktu kvæði. Okkum vitandi er tað bara kvøðið í Suðuroy. Skiparin boðaði um middagsleitið í gjár norsku sjóverjuni frá, at teir høvdu fingið maskinbrek. Skipið rak fyri vág og vind, men so kastaðu teir akkerini. Síðani fingu teir aftur maskinuna í gongd aftur, men hon steðgaði aftur, sigur Jan Lillebø, bjargingarleiðari við Stavanger Aftenblad. Tað er grunt, har skipið liggur nú 100 metrar úr landi. Nógvur vindur og høg alda hevur verið á leiðini út fyri Rogaland, og tí eydnaðist ikki at bjarga skipinum í gjár. Nú halda tvey akker og tveir sleipibátar skipinum, so tað ikki rekur á land. Umborð á farmaskipinum eru 600 kubikk av tungolju og 300 kubikk av diesel. Ætlanin er at sleipa skipið í neyðhavn nú í morgun, tá veðrið verður til vildar. Verður vandi á ferð, verður manningin flutt av skipinum, skrivar norska sjóverjan. Eitt felag í Charlestown í Saint Kitts og Nevis eigur skipið, sum er skrásetet á Komorunum. Við útvarpið sigur Torben Nielsen, at roynt verður at fáa skilagóða loysn. Hon krevur, at Jørn Astrup Hansen tekur aftur tað, sum bankin kallar bakbit og ærumeiðing, og sum Eik hevur stevnt Jørn Astrup Hansen fyri. Torben Nielsen, sum ikki vil gera samrøðu við Útvarpið, sigur, at nevndin í Eik banka er samd um at royna hesa loysnina. Hann sigur, at Eik banki heldur ikki, at skuldsetingarnar hjá Jørn Astrup Hansen eru rættar. Tað var seint í september í fjør, at Eik stevndi Jørn Astrup Hansen fyri bakbit og ærumeiðing. Jørn Astrup Hansen, sum hevur verið stjóri og nevndarlimur í Eik banka, skrivaði 16.apríl í fjør grein í Sosialinum undir yvirskriftini Eik Fup eller Fakta . Har sigur hann, at Taks fekk skeivar og villleiðandi upplýsingar frá Eik. Tað er ilt at halda, at TF Holding og nevndarformaðurin í Eik banka hava verið í góðari trúgv, tá leiðslan í Eik og TF Holding, sum eigur Eik, royndu at lensa landskassan fyri 90 milliónir krónur, sum bankin ongan rætt hevði til, skrivaði Jørn Astrup Hansen. Málið skal viðgerast í býarrættinum í Keypmannahavn, tað er, um stevningin ikki verður tikin aftur. Tað verður hon, um Jørn Astrup Hansen tekur orðini aftur, avsannar síni egnu orð. Sambært Torben Nielsen verður arbeitt við hesari loysnini, einari skilagóðari loysn, sum hann sigur. Eik banki kann ikki liva við slíkum skuldsetinguum sum teimum hjá Jørn Astrup Hansen. Síðani hava Jørn Astrup Hansen og advokatur hansara freist til 28.apríl at svara aftur. Hetta kallast ávikavist replik og duplik á rættarmálinum. Hon krevur, at Jørn Astrup Hansen tekur aftur tað, sum bankin kallar bakbit og ærumeiðing, og sum Eik hevur stevnt Jørn Astrup Hansen fyri. Hann sigur, at Eik banki heldur ikki, at skuldsetingarnar hjá Jørn Astrup Hansen eru rættar. Tað var seint í september í fjør, at Eik stevndi Jørn Astrup Hansen fyri bakbit og ærumeiðing. Jørn Astrup Hansen, sum hevur verið stjóri og nevndarlimur í Eik banka, skrivaði 16. apríl í fjør grein í Sosialinum undir yvirskriftini Eik Fup eller Fakta . Har sigur hann, at TAKS fekk skeivar og villleiðandi upplýsingar frá Eik. Tað er ilt at halda, at TF Holding og nevndarformaðurin í Eik banka hava verið í góðari trúgv, tá leiðslan í Eik og TF Holding, sum eigur Eik, royndu at lensa landskassan fyri 90 milliónir krónur, sum bankin ongan rætt hevði til, skrivaði Jørn Astrup Hansen. Hetta vildu tey í Eik ikki hava sitandi á sær og stevndu. Málið skal viðgerast í býarrættinum í Keypmannahavn, tað er, um stevningin ikki verður tikin aftur. Tað verður stevningin, um Jørn Astrup Hansen tekur orðini aftur, avsannar síni egnu orð. Sambært Torben Nielsen verður arbeitt við hesari loysnini, einari skilagóðari loysn, sum hann sigur. Jørn Astrup Hansen varð stevndur 23. september í fjør. 28. oktober svaraði advokaturin hjá honum, og týsdagin, 28. februar, skal Eik banki svara hesum. Síðani hava Jørn Astrup Hansen og advokatur hansara freist til 28. apríl at svara aftur. Hetta kallast ávikavist replik og duplik á rættarmálinum. Botnfrádrátturin er nú 30.000 krónur. Kommunurnar eiga sjálvar at sleppa at áseta botnfrádráttin, tó í mesta lagi 65.000 krónur , frá næsta ári at rokna. Inntøkur upp til 65.000 krónur rinda bara kommunuskatt. Tað er fyri at hjálpa teimum, sum hava so lítla inntøku, undan øllum skatti, at Fólkaflokkurin leggur fram sítt uppskot. Flokkurin hevur leysliga roknað út, at um allar kommunurnar hækka botnfrádráttin 1.000 krónur, missa kommunurnar átta milliónir krónur í skatti. Sambært lógaruppskotinum kunnu kommunurnar hækka bornfrádráttin 35.000 krónur, úr 30.000 krónum, sum hann er nú, upp í 65.000 krónur. Vit spyrja Jóan Paula Joensen um føstulávint, um at ganga grýlu, sláa tunnu og mangt annað. Eisini siga børn okkum, hvat tey fara at vera føstulávintsmánadag. Luttakarar Erika Hayfield, ph.d. og adjunktur í samfelagsvísindum, Hans Pauli Strøm, sosiologur á Hagstovuni, Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóri í Vága kommunu, Jógvan Skorheim borgarstjóri í Klaksvík, Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík, Bill Justinussen, tingmaður, og Sonja Jógvansdóttir, tingkvinna. Stjórin á Søvnum er fríttstillaður úr starvinum frá týsdegnum. Hann fær stjóralønina til fyrsta juli. Eftir tað fer hann í starv á Fróðskaparsetrinum, har hann byrjar 1. august á Søgu og samfelagsdeildini. Tað vísir fráfaringaravtalan, Kringvarpið hevur fingið innlit í. Á Setrinum verður hann løntur eftir sáttmálanum millum Akademikarafelagið og Fíggjarmálaráðið, umframt at hann fær lektara phd. viðbót. Lønin hjá stjóranum er 41.686 krónur um mánaðin, og viðbótin er 2.245 krónur. Tað vil siga, at hann fær til samans góðar 44.000 krónur um mánaðin. Avtalan varð undirskrivað týsdagin. Tað eru Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri, Andrass Mortensen, fráfarni stjóri á Søvnum landsins, og Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Setrinum, sum hava skrivað undir avtaluna. Sambært avtaluni skal fráfarni stjórin í tíðarskeiðinum fram til fyrsta juli ráðgeva setta stjóranum á Søvnum landsins, tá hann verður biðin um tað. Annars skal hann taka sær av verkætlanini við Føroyingahavnini í Grønlandi. Talan er um Hassan Ali Khaire, sum fyrr hevur verið ein av stjórunum í bretska felagnum, Soma Oil, og hevur arbeitt fyri Flóttafólkahjálpina, sum økisleiðari í landnyrðingspartinum av Afrika. ðrenn undirsjóvartunnilin til Vágarnar sigldi ferja hvønn dag millum Vestmanna og Oyrargjógv. Í hesi sendingini frá 2002, sum ber heitið Um Vestmannasund, fara vit aftur um borð og hoyra feðgarnar Alfred og Karmal Olsen greiða frá. Vit hoyra eisini um uppskotið um heingibrúnna um Vestmannasund, sum kanska var neistin ið veruliga setti gongd á kjakið um fast samband um sundið. Sendingin er frá 1989, og tað vóru Ragnar C. Joensen, Bjarni Árting Rubeksen, Pate Thomsen og Johan Gaard Joensen, sum gjørdu hesar upptøkurnar. Yrkingasavnið Sunnudagsland eftir Sissal Kampmann er føroyska uppskotið til Norðurlendsku bókmentavirðislønina í 2017. Tað kunnger Norðurlandaráðið í dag. Hinar 11 bøkurnar, sum eru innstillaðar til Norðurlendsku bókmentavirðislønina í ár, eru úr teimum sjálvstøðugu londunum og úr Álandi. Hetta er í samband við at Landsbókasavnið fekk handritið Den yderste tid, sum er ein óutgivin skaldsøga eftir William Heinesen, sum hann skrivaði á yngri árum. Landsbókasavnið hevur eisini fingið framsýningina Hampamenn í Havn, sum var í Smiðjuni í Lítluvík í fjørð. Hetta er ein framsýning við keipumyndum eftir William Heinesen. Pengarnir fylgdu við, maðurin er skikkaður, og tí søgdu vit ja, sigur Ólavur Ellefsen, formaður í stýrinum fyri Fróðskaparsetur Føroya. Tað eydnaðist ikki útvarpinum mikukvøldið at fáa váttað, at Setrið fær økta játtan, sum stýrisformaðurin sigur. Johannes Jensen, stjóri í Koks, ið hevur fingið ta fyrstu føroysku Michelin stjørnuna, er ein fegin maður í dag, sigur hann við útvarpið. Síðan handanina, sum fór fram í Stokkhólmi í gjár, mikudagin, hava bíleggingarnar til matstovuna í Kirkjubø streymað inn úr øllum heiminum. Bara eftir 24 tímum hevur KOKS fingið 428 bíleggingar úr 16 londum. Miðalprísurin fyri hvønn á KOKS liggur oman fyri 2000 krónur, so bíleggingarnar bara hetta fyrsta samdøgrið fara at tátta í milliónina. Útvarpið fekk orðið á Johannes Jensen á flogvøllinum í Stokkhólmi á veg til Føroya. Hann viðgongur, tað hevur verið lítil friður eftir stóra heiðurin í gjár. Hann hevur verði virkin á tí danska blúspallinum í fleiri ár og eftir at hann var við í finaluni í donsku blúskappingini, Danish Blues Challenge í 2014, hevur verði serligt fokus á føroyska blús hansara í DK. Terji útgav í ár fløguna Útisetablús, ið er tikin upp í Danmark við nøkrum av teimum fremstu blústónleikarum Danmark hevur at bjóða. Men tá skipið var á veg til Føroya, fekk tað boð um, at tað fekk ikki loyvi at landa í Føroyum, sigur Jóhann Páll Joensen, stjóri á Pelagos. Íslendsk skip skulu landa lodnuna í Íslandi. Men tey kunnu fáa undantaksloyvi til at landa uttanlands. Íslendingar hava strangar reglur um lodnu. Í sendingini hoyra vit amerikanska jazz, R og B og soul sangaran Al Jarreau, sum andaðist 76 ára gamal tann 12. februar 2017. Al Alwin Lopez Jarreau varð føddur í Milwaukee, Wisconsin í USA tann 12. mars 1940. Faðir hansara var prætikumaður og sangari í adventistakirkjuni, har mamman eisini var klaversplæri og vaks Al Jarreau sostatt upp við kirkjuni og byrjaði at syngja har. Al Jarreau gjørdi í 1968, sum 28 ára gamal, av at gerast yskis jazzsangari eftir at hann í 1962 hevði nomið sær prógv sum og starvast sálarfrøðingur. Al Jarreau vann sjey virðislønir og var tilnevndur 24 ferðir ein av teimum bestu jazz sangarum nakrantíð. Lagt til rættis Arnold Ludvig. Tvey ummæli eru á skránni Malan Marnersdóttir, bókmentafrøðingur, og Erhard Jacobsen, bókavørður, viðgera og ummæla bókina 2000 tá Føroyar skuldu loysa eftir Sjúrð Skaale. Og Marna Jacobsen, bókmentafrøðingur, ummælir Andy eftir Andrass Sólstein. Vit hoyra um tiltakið Damudomi, sum verður í Sirkus í døgunum 1. til 8. mars. Og vit fara í Norðurlandahúsið, har rithøvundurin Oddfríður M. Rasmussen og Jan Anderson, sum rekur Steinprent, meta um listaverkini, ið yrkjarin Peter Levitt og listamaðurin Ian McKeever framleiddu, tá ið teir vitjaðu Steinprenti. Ætlanin er, at Bakkafrost og Fiskaaling saman skulu kanna um tað loysir seg, at kynbóta føroyska laksin, so Bakkafrost kann byrja eina framleiðslu av føroyskum rognum. Men verkætlanin kann ikki fara í gongd fyrr enn viðurskiftini eru greið og alilógin hevur verið fyri tingið, sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti. Varðveita vit føroysku stammuna, er tað ein avgjørdur fyrimunur, tí so kann sleppast undan at sjúkur koma við rognunum sum koma úr øðrum londum, serliga úr Noreg og Íslandi, sigur Regin Jacobsen. Forlagið Sprotin gav út bókina í 2015, Edward Fuglø hevur gjørt kápumyndina til føroysku útgávuna. Sonja Kjølbro hevur staðið fyri umbótingini. Løgreglan gjørdi mikudagin grein 13 kanningar í Havn. 11 mál vórðu skrivað í sambandi við, at bilførarar ikki høvdu ljósini í lagi, tosaðu í fartelefon meðan teir koyrdu, og ikki høvdu koyrikortið uppi á sær. Í gjár vórðu kanningar gjørdar við skúlar ymstaðni í landinum. Við Sankta Frants Skúla í Havn vórðu 70 bilar kannaðir, men bara eitt mál varð skrivað, og tað var eitt barn, sum ikki sat í trygdarbelti. Fyri tað lógarbrotið fær bilførarin klipp í koyrikortið. Við Miðvágs skúla vórðu 20 bilar kannaðir, og har var alt, sum tað skuldi vera. Í Leirvík var morgunferðslan við skúlan eisini kannað. Har vórðu tvey mál skrivað, ein bilførari hevði ikki koyrikortið uppi á sær og eitt barn sæt ikki í trygdarbelti. Byrjanin í embætinum hjá Donald Trump, nýggja amerikanska forsetanum, hevur verið alt annað enn góð. Tað staðfestir ein meiningakanning. Bara 38 prosent av amerikonsku veljarunum halda, Donald Trump ger eitt gott arbeiði, kemur fram í kanningini, nú Trump hevur sitið ein mánað. 55 prosent av teimum spurdu halda, at Donald Trump er dugnaligur. Trump hevur áður sagt, at allar vánaligar veljarakanningar eru føls tíðindi. Biskupur viðmerkir ikki alment prædikur hjá prestunum í fólkakirkjuni. Tað segði hann við Góðan morgun Føroyar í gjár, tá hann varð spurdur um nógv umrøddu gudstænastuna hjá Bergi Debes Joensen í Hesti 15.januar Beint eftir gudstænastuna í Hesti segði biskupur, at hann kanska fór at hava eina hugsan um tað, sum Bergur Debes Joensen segði, um nakrar vikur, tá kærufreistin var farin. Eingin kæra er komin um Berg Debes Joensen. Sambært lógini um fólkakirkjuna, kann biskupur, um hann staðfestir, at sóknarprestur í boðanini ella á annan hátt setir til viks læru fólkakirkjunnar, taka stig til, at málið verður viðgjørt sum lærumál. Tá verða fimm fólk sett í eina nevnd at fyrireika og viðgera lærumálið. Ein partur av ítróttaavtaluni er, at ítróttafólkið skal forvinna meira pening fyri ítrótt enn annað arbeiði. Men eru treytirnar og lønarviðurskiftini nøktandi í mun til føroyska arbeiðsmarknaðan Í Sparta hesaferð hoyra vit leikarar og feløg siga sína hugsan. Eisini greiðir Útlendingastovan frá mannagongdini, og so spyrja vit Henrik Old, landsstýrismann í arbeiðsmarknaðarmálum, um arbeiðsmøguleikarnir hjá útlendskum ítróttafólki eru nóg góðir. Fótbóltsfelagið Giza Hoyvík eigur Heimavøllin, og seinast í sendingini ger Magnus Tausen, formaður í flogbóltssambandinum eina meting av steypafinalunum í flogbólti. Størsta nýggja útreiðslan verður løn til nýggja stjóran í Tjóðsavni Føroya, sum kemur í staðin fyri Fornminnisavnið og Náttúrugripasavnið. Tað sæst í eini uppgerð, sum Løgmansskrivstovan hevur sent Kringvarpinum. Upprunaliga vóru Landsbókasavnsvørðurin og Landsskjalasavnsvørðurin settir sum stjórar. Tá Søvn Landsins vóru sett á stovn, vórðu hesi størv gjørd um til deildarleiðarar. Men, eftir at Søvn landsins verða skild sundur aftur, í millum annað Landsbókasavn og Landsskjalasavn, verða hesi størv aftur til stjórastørv. Báðir deildarleiðararnir fara tí frá einari løn á 52.512 upp í eina stjóraløn á 55.040 krónur mðr og hetta kostar landinum 60.780 krónur meir um árið. Tjóðsavn Føroya er ein nýggjur stovnur, og har verður lýst eftir nýggjum stjóra í næstum. Lønin verður tann sama sum hjá hinum stjórunum 55.040 krónur mðr, sum kostar landinum 660.480 krónur meir árið. Eykakostnaðurin skal haldast innanfyri verandi fíggjarkarm á Søvnum Landsins. Tí verður ikki neyðugt við eykajáttan. Mentamálaráðið kann tí verða noytt at spara á øðrum økjum, ella útseta verkætlanir fyri at halda játtanina. Nýggj sendirøð, ið fylgir fiskinum frá tí hann verður fiskaður og hagreiddur, um ferðina úr Føroyum, og til har, hann verður tilgjørdur. Tað byrjar við skrúðgongu og endar í dansi. Soleiðis gera tey í Sumba, tá tey fara í holt við tunnusláttri. Afturat hesum so lata tey seg eisini í ein ávísan búna, og so byrja tey at sláa tunni. Julian Lava, ættaður úr Sumba, greiðir frá, hvussu hesin tunnuslátturin fer fram, nú hann hevur 50 ára føðingardag. Hesa vikuna hava fólk frá danska stovninum IKAS verið í Føroyum og kanna, um okkara heilsuverk livir upp til nøkur ávís dygdarkrøv. Tey hava gjøgnumgingið ymiskt á sjúkrahúsunum, og tey kannað eftir og fingið svar upp á spurningar, sum skulu svarast nøktandi, um sjúkrahúsverkið skal fáa sína akkreditering, sum tað verður rópt. Í stuttum skal Landssjúkrahúsið liva upp til nøkur dygdarkrøv, sum Den Danska Kvalitetsmodel setir til mannagongdir og skrivligar vegleiðingar, og akkrediteringin fevnir bæði um leiðslu og organisatión, og um sjúklingar og viðgerðir. Eru vegleiðingar og mannagongdir til dømis nóg tryggar, tá ið tað kemur til at geva heilivág, fremja skurðviðgerðir, til reinføri, og hvussu sjúklingar verða móttiknir og útskrivaðir. Í grannalondunum verða sjúkrahús longu góðkend eftir hesum leisti. Í Danmark vóru sjúkrahúsini fyrstu ferð mett eftir hesari kvalitetsskipan í 2010. Í 2011 varð farið undir at fyrireika føroysku sjúkrahúsini til hesa akkreditering. Nú hava fólkini frá einari eftirmetingarnevnd frá danska stovninum IKAS so verið í Føroyum hesa vikuna, og tey hava verið í hvørjum króki og kanna eftir, um heilsuverkið lýkur dygdarkrøvini. at sjúkrahúsini liva upp til krøvini at sjúkrahúsini í stóran mun liva upp til krøvini at sjúkrahúsini í lítlan mun liva upp til krøvini ella í ringasta føri, at sjúkrahúsini ikki liva upp til krøvini Tað sigur Inger Marie Sperre, nevndarforkvinna í Sjømat Norge og stjóri í Brødrene Sperre í lesund við Fiskeribladet. Brødrene Sperre selja millum annað frystan uppsjóvarfisk. Hon undrast á, at reiðarar og fiskimenn kæra sína neyð um, hvussu Føroyar og Ísland bera seg at í samráðingunum um uppsjóvarfiskin, samstundis sum teir landa lodnu í Føroyum og Íslandi. Norskir myndugleikar hava til fánýtis roynt at fingið føoyingar at strika revsingina, sum Inger Marie Sperre kallar gjaldið til landskassan. Hon sigur, at nú er spurningurin, um nakar fiskiídnaður skal vera í Noregi yvirhøvur. Norski lodnufiskiskapurin við Ísland helt uppat fyrr í vikuni. Hvat er ein tunna og hvat hevur hon verið brúkt til Vit spyrja Erling Isholm, søgufrøðing. Elin, Gilli og Jógvan fara at siga eitt sindur um at ganga grýlu, hvat er gott at fáa í posan, um at gerast kattakongur og mangt annað. Einar Jacobsen, Bergmann Finnsson, Gunnar Thomsen, Henning Nicodemusen og Heri Joensen hava eisini verið í studio og tikið sangin Ice Cold upp. Vit eru við at leggja skránna, so vit fáa allar partarnar av Skam vístar áðrenn fjórða røðin kemur, so tað gongur ikki long tíð áðrenn fyrsti partur av Skam verður at síggja á skíggjanum, sigur Barbara Samuelsen, leiðari á mentanardeildini í Kringvarpinum. Hagstovan sigur seg heldur hava ábendingar um, hvussu nógv hesin gistingarháttur vindur uppá seg og skeiklar myndina av gistingarvinnuni í Føroyum. Í sambandi við 2015, tá sólarmyrkingin var, ger Hagstovan vart við, at skipini, sum komu til Føroya við ferðafólki, eru ikki við í hagtølunum, og heldur ikki fólkini, sum leigaðu sær innivist hjá húsarhaldum. Michelin stjørnan hjá KOKS er ein gyltur møguleiki hjá øðrum matstovum í Føroyum, sum fara at kenna ágóðan av, at KOKS hevur fingið eina Michelin stjørnu. Tað siga bæði Johannes Jensen, stjóri á KOKS, sum mikudagin fekk eina av høgt mettu Michelin stjørnunum, og Guðrið Højgaard, stjóri á Visit Faroe Islands. Fyri hvørja ferð, eitt ferðafólk etur á matstovuni, KOKS, eta tey eisini á fleiri øðrum matstovum í Føroyum, sigur Johannes Jensen, stjóri á KOKS, við útvarpið. KOKS er ein lítil matstova við eini 20 plássum. Tí verður bíðilistin helst langur, nú matstovan hevur fingið viðurkenda dygdarstemplið frá Michelin. Hinvegin gevur viðurkenningin av KOKS eisini møguleika hjá øðrum at bjóða seg fram, sigur Guðrið Højgaard, stjóri á Visit Faroe Islands. Matstovan KOKS hevur, sum er, ikki opið nú um veturin, men letur uppaftur 11. apríl. Í løtuni heldur KOKS til í sethúsum í Kirkjubø. Hendingin er søgulig, tí ongantíð fyrr eru só nógvar planetir funnar samstundis, har tekin kann vera um lív. Stjørnan, har planetirnar eru funnar, er ein sonevnd dvørgastjørna, ið nevnist Trappist 1. Granskarar siga hetta vera tað fremsta sum er hent á økinum seinastu 14 árini. Teir halda, at tað nú fer at bera til at fáa greiðu á, um lív er aðrastaðni enn á jørðini. Hon kannaði, hvussu viðurskiftini vóru fyri hersetingina, hvussu hon ávirkaði samfeløgini í Vágum, og hvørjar broytingar hersetingin elvdi til eftir heimsbardagan. Herfyri boðaði Kári Nielsen HSF frá, at hann ikki ynskti at halda fram sum venjari hjá føroyska U21 landsliðnum. HSF hevur nú kunngjørt venjaran. Tað verður danski Sonni Larsen, sum eisini er venjari hjá H71, ið tekur við starvinum. Sonni Larsen, sum er 30 ár, er diplomvenjari frá donsku elituhondbóltsvenjaraútbúgvingini og harumframt kandidatur i ítróttarsálarfrøði og mannlívvirkisfrøði. HSF hevur í dag eisini sett venjara til A landsliðið hjá kvinnum. Tað verður bretin, Scott Harrington, sum eisini er venjari hjá Neistanum. Scott Harrington, sum er 28 ár, er Bachelor í ítróttarvenjing og Master í Talentmenning og er nú í gongd við hægstu hondbóltsvenjaraútbúgvingina. Kristina Bærendsen skal saman við Páll Rósinkranz syngja í íslendska Grand Prixinum, sum byrjar í kvøld. Sangurin, sum tey bæði syngja, eitur You and I. Sangkappingin er skipað í tveimum undanumførum og einari finalu. Fyrra undanumfar verður í kvøld, leygarkvøldið. Tað verður sent forskotið og byrjar klokkan 21, meðan tað seinna verður um eina viku. Kristina og Páll eru í seinna undanumfarinum, sum Kringvarpið samsendir við RUV, og verða tey sostatt at síggja leygarkvøldið 4 3 klokkan 19 45 . Sjálv finalan í íslendska Grand Prixinum verður leygarkvøldið 11. mars. Men av tí at FMA, føroysku tónlistavirðislønirnar, verða handaðar sama kvøld, og tiltakið verður sent beinleiðis í sjónvarpinum, sendir Kringvarpið finaluna í Íslandi beint eftir tiltakið. Føroysku hyggjararnir verða sostatt ikki snýttir fyri at síggja Kristinu í finaluni, um hon syngur seg í hana um eina viku. Hon verður bara ikki send samstundis, sum íslendska kringvarpið sendir hana. Fiskaaling kann hava ein nógv størri týdning fyri menningina í alivinnuni enn í dag og eigur at granska heldur enn at framleiða rogn, sum eru innflutt úr Noreg. Legan er fyri allar gentur, ið hava áhuga í at læra at spæla eitt rokkljóðføri og spæla í einum rokkbólki. Hvør luttakari velur sær eitt ljóðføri, sum hon hevur hug at læra. Undirvíst verður í el guitar, bass, trummum, ljómborði og so eisini sangi. Rokklegan verður hildin í Skansastovu 27. juni til 30. juni í 2017. Undirvísarar vera m.a tónlistakvinnurnar Guðrið Hansdóttir og Rannvá Helenudóttir. Eisini vera ymiskar verkstovur á skránni, har t.d verður undirvíst í upptøkuframleiðslu, um tónleikavinnuna, um kvinnur í føroyskari og útlenskari rokksøgu, tekstskriving og so víðari. Til endans verður ein endakonsert í Reinsarínum 1. juli og har vera løgini framførd og eisini verður greitt frá, hvussu vikan hevur gingið og myndir og filmar vera vístir. Um tú ert áhugað, so er at senda eitt teldubræv, har tit viðurmerka navn, aldur og um tú spælir nakað ljóðføri. Listabólkurin, sum er settur at fáa list til vega til nýggja H bygningin á Landssjúkrahúsinum, fer nú saman við listafólkunum at søkja ymsar grunnar um stuðul til verkætlanina. Í gjár varð avdúkað, at 2,3 milliónir krónur eru settar av til list til nýggja bygningin, og at trý listafólk skulu standa fyri høvuðslistini, meðan listaverk skulu keypast frá tveimum øðrum. Tey trý listafólkini, sum skulu standa fyri høvuðslistini, eru Sigrun Gunnarsdóttir av Eiði, Guðrið Poulsen úr Havn og Havier Tapiana úr Chile, sum býr í Keypmannahavn. Á eykaaðalfundinum fyrrapartin boðaði Sonni á Horni frá, at Fuglafjørður atkvøddi ikki fyri uppskotinum hjá Runavík um nevndarlim. Veðrið hevur nógv at siga, hvussu nógv hara er, sigur hann við útvarpið . Til samans 451 túrar í 187 hagapørtum vórðu gjørdir í fjør um alt landið. Fyri alt landið vórðu skotnar 2,38 harur fyri hvørja byrsu hvønn dagin. Hetta er á leið tað sama sum í 2015, men nakað minni enn í 2014. Hann heldur ikki, at rottan hevur nakað við harustovnin at gera. Fyri at fáa fleiri harur er neyðugt at bøta um umstøðurnar hjá harum í haganum, eitt nú at gera fleiri harusetur. Yvirlitið hjá honum vísur, at raskastir at skjóta haru í fjør vóru tey í Kvíggjarhamarshaga í Saksun. Tey skutu til samans 90 harur á sjey túrum. Næstraskastir at skjóta haru í Føroyum í 2016 vóru tey í Strandarhaga á Strond á Borðoynni. Har vórðu skotnar 69 harur á fimm túrum. Triðbestir vóru tey í Fjalli, ið er partur í Ognarhaganum í Kvívík, 68 harur á sjey túrum, vísir yvirlitið hjá Eyðfinni Magnussen, ið savnar inn upplýsingar um harur og haruskjóting. Í næstan hálvt fjórða ár hevur felagið fingið fyribils loyvi. SEV søkti annars longu í mai 2012, hálvt annað ár, áðrenn loyvið fór úr gildi, at fáa 50 ár afturat. You and I við Kristinu Bærendsen og Páll Rósinkranz roynir seg í gjøgnum Nálareygað, áðrenn sangurin um tvær vikur fer at royna seg í Íslensku Eurovision sang kappingini. Í vikuni var greitt, at eitt kent franskt dekkfelag heiðraði eina føroyska matstovu. Ja, matstovan Koks fekk eina Michelin stjørnu, so útlendski yvirklassin á vitjan í Føroyum kann dusa sær við lodnu, krabba og toski. Prísur einar 2000 krónur fyri hvønn. Og so fara tey kanska eisini ein túr til Mikinesar at sparka nakrar lundapisur. Henrik Old trýsti týsdagin á knøttin og sett var á at bora undir Tangafjørð. Ein verkæltan fyri tríggjar milliardir, sum skal fáa føroyingar í miðstaðarøkinum at spara millum 16 og 36 minuttir morgun og kvøld og sum skal menna og menna. Men sjálvt Kári P. Højgaard setti spurnaðartekin við, um ferðslan um morgnarnar nú fór at vera mest suðureftir ella norðureftir. Fráfarandi formaðurin, Jákup Suni Lauritsen, tekur undir við Ólavi Larsen. Hann sigur, at nýggja nevndin hevur stórar upgávur at loysa. Hann sigur, at málið er, at øll orka á landi burturav skal vera grøn í 2013, og tá er eisini ætlanin, at motorarnir hjá SEV skulu sløkkjast. Hesum kundi verið sloppið undan, heldur borgarstjórin í Sunda kommunu, sum í fleiri ár hevur heitt á landsmyndugleikarnar um at bøta um ferðsluviðurskiftini á vegastrekkinum. Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, sigur í eini viðmerking, at tað er gott hugskot at breiðka verandi gongutunnil, so bilar kunnu koyra undir landsvegnum við Streymin. Í kvøld hava vit verið í Suðuroy, har vit hava práta við Unu Rósa Birgisdóttir, Eyðrið Mortansdóttir, sum greiða frá stuendaveitslu. Julian Lava, ættaður úr Sumba, greiðir eisini frá tunnusláttrinum í Sumba. Eisini hava vit havt tveir gestir. Tey eru Tordis Torvaldsdóttir Gaardlykke og Lauru Edit Gunnváardóttir, ið greiða frá, hvussu tær hátíðarhalda føstulávint, og hvussu tær gera seg klárar til grýludansin. Hinir spuringarnir snúgva seg um hvussu lívið man fara at vera, um man gerst einkja, tá maðurin er tann sosiali, og um hvussu parlagið riggar, tá man hevur sjómann, sum ikki hevur onnur áhugamál enn teg, tá hann er heima. Umboðini hjá eitt nú CNN, The Los Angeles Times, BBC, The Guardian og New York Times vórðu vend í hurðini, tá tíðindafundur var í Hvítu Húsunum í gjár. Nakrir miðlar eitt nú AP, Time Magasine og USA Today boykottaðu tíðindafundin, tá teir frættu, at umboð fyri forsetan gjørdu mismun á miðlunum. Hendan gongdin í Trump Hvítu Húsunum kann ikki góðtakast. Hetta er eftir øllum at døma hevndin, tá tú sigur frá tí veruleika, sum teimum ikki dámar. Vit halda fram at siga frá óansæð, stendur í eini fráboðan, sum CNN hevur sent út á sosialu miðlunum. Teir eru fólksins fíggindar, tí teir hava ongar keldur, segði Trump á ráðstevnuni. Teir finna bara uppá, tá teir ongar keldur hava, segði amerikanski forsetin. Í tí bólkinum er arbeiðsloysi 5,1 prosent. Tað er næstan tvífalt tað, sum arbeiðsloysið er í miðal fyri allar kvinnur í øllum aldurbólkum. 16 ára gamla Sonja Dam, sum býr við Norðskála, byrjaði í gjár at savna inn undirskriftir til at betra ferðsluviðurskiftini á vegastrekkinum við Brúnna við Streymin. Føroyar eiga sleppa ætlanini at gera fríhandils sáttmála við Turkaland. Tað heldur løgtingsmaðurin Jenis av Rana, sum heldur lítið um turkiska forsetan, Recep Erdogan. Poul Andrias Ziska, sum mikudagin fekk eina Michelin stjørnu at taka við sær til Kirkjubøar á Koks, byrjaði sína yrkisleið millum pitsabotnar, pepporoni og Pepsi Max fløskur í Pizza 67. Heri Andreasen, vakthavandi, heldur, at tað sæst aftur í fólkamongdini bæði at lønin er komin, og at nógv føstulávintshald hava verið kring landið Jónhild Rasmussen, umsitari í Hugskotinum, ráðgevur og hjálpir einstaka íverksetaranum við avbjóðingum, sum eru á leiðini frá fyrsta hugskotinum og til endaligu vøruna ella tænastuna. Jógvan Jensen í Havn hevur allar dagar fingist við ítrótt. Íðkaði fleiri ítróttagreinir og var lærari í ítrótti á Læraraskúlanum. Mamman var Anna Rasmussen av Sandi og pápin var bilstjórin Ansgar Jensen, hálvur fugloyingur og hálvur sumbingur. Egga vaks upp millum skansadreingir og fór í HB og SSB. Við skótunum var hann bæði í Onglandi og Danmark. Fyrsta dyst á 1. liði spældi hann í 1960. Í Vejle gekk Egga í realflokki, háskúla og ítróttaháskúla. Áðrenn hann byrjaði á Føroya Læraraskúla í 1964, var hann við einum ØK skipi á ferð í Australia. Verandi ætlan fyri innkomuvegin lættir ikki um ferðslutrýstið í Havnini, og samsundis avsker hon kommununa frá møguleikanum at geva pláss fyri, at 20.000 fólk aftrat kunnu seta búgv í Havn. Magnus Hansen skýtur upp, at mann skilir ferðsluna, sum fer at koma úr Eysturoyartunnlinum og ferðsluna, sum kemur úr Norðurstreymoy og Vágunum, áðrenn hon kemur til Havnar. Kári Jacobsen sigur, at hann ikki verður bilsin, um sangurin verður millum 10 teir fremstu, men hann væntar ikki, at hann vinnur kappingina. 1. mars hækkar Posta prísin á blaðútberingini. Jonhard Hammer, formaður í Føroya Blaðútgevarafelag, leggur ikki fingrarnar ímillum Hækkar Posta prísin á blaðútberingini 1. mars, sum Posta ætlar, so verður tað banin hjá føroysku bløðunum, sum vit kenna tey. Blaðútgevararnir rógva framundir, at Posta vil tiltuska sær miðlastuðilin, sum er á trappuni. Fremsta uppgávan hjá Posta er at fáa raksturin hjá felagnum at hanga saman. Tað sigur Joel undir Leitinum, stjóri, sum váttar, at Posta fer at hækka prísin á blaðútberingini. Tað er hinvegin ikki uppgávan hjá Posta at halda lív í bløðunum, staðfestir hann. Joel undir Leitinum, stjóri, vil tó ikki kennast við, at Posta er lopið frá einari avtalu við bløðini ella at hækkingin er ein roynd hjá Posta at tiltuska sær miðlastuðilin til privatu miðlarnir, sum sigst vera á trappuni. BankNordik hevði 179 milliónir krónur í vinningi fyri niðurskrivingar í fjør. Tað eru 35 milliónir minni enn í 2015. Úrslitið fyri skatt var 277 milliónir í fjør. Ein partur av kapitallættanum, sum sølan av Vørði í Íslandi og avtøkan av danska vinnukundavirkseminum geva, verður brúktur til at gjalda íleggjarunum eitt serligt vinningsbýti. Næstseinasta sunnudag fór Brimil eisini á Fugloyarbankan, tá var tað eftir Safir, sum hevði maskintrupulleikar. Safir og Smaragd partrola. Á ársaðalfundinum hjá Bakkafrosti, sum verður 7. apríl, fer nevndin at skjóta upp, at 8,70 krónur verða goldin í vinningsbýti fyri hvørt partabræv. Hetta gevur 425 milliónir krónur í vinningsbýti. Nettoskuldin hjá Bakkafrosti var 635 milliónir krónur við ársenda 2016. Hon var 392 milliónir krónur við ársenda 2015. Laksaprísurin var metgóður í 2016, tí eftirspurningurin var so stórur, og útboðið minkaði. Millum annað gjørdu algur í Kili, at 25 millónir laksar doyðu har. Bakkafrost hevur gjørt avtalu um at selja lidnar vørur úr 36 prosentum av laksinum, sum verður kruvdur í ár. Bakkafrost hevur nú 820 fólk í fullum starvi. Tað, sum ikki skal henda, hendi, tá árligu Oscar virðislønirnar, ið heiðra teimum bestu filmunum, vórðu lætnar í Los Angeles í nátt. Meðan umboð fyri filmsliðið og sjónleikarar í filminum La La Land vóru á pallin og takkaðu fyri heiðurin sum besti filmur, uppdagaðu fólk mistakið. Tað vóru royndu sjónleikararnir Warren Beatty og Faye Dunaway, sum høvdu fingið heiðurin at handa seinastu Oscar heiðurslønina í nátt. Ruðuleikin gjødist ikki minni av, at umboð fyri filmin vóru longu upp á pallinum og takkaðu, tá tað brádliga gjørdist greitt, at tað var ein annar filmur, sum átti henda heiður. Pappírið, har navnið á vinnandi filminum, Moonlight , stóð á sum Ársins filmur varð víst út í salinum, og so komu umsíður røttu vinnararnir á pallin og fingu Oscarin. Bókin 2000 tá Føroyar skuldu loysa eftir Sjúrð Skaale hevur fingið nógva umrøðu, og høvundurin hevur fingið nógv oman yvir seg, síðan hon kom út í oktober í 2016. Nú verður hon eisini viðgjørd bókmentaliga á Mentanarkaf ini. Erhard Jacobsen, bókavørður, og Malan Marnersdóttir, bókmentafrøðingur, ummæla bókina. Tey viðgera, hvat bókmentaslag talan um, hvussu samansett bókin er, og tey umrøða myndamál, skrivikynstur og niðurstøðu. Tey siga millum annað, at hetta er ein neyðug bók og fegnast um at sleppa innum tær læstu dyrnar. Tey hava eisini ymiskt at finnast at, siga at hon er kompakt, og at har er ymiskt, sum ikki er neyðugt. Andy trívist best uttan alt ov nógv østrogen í nánd. Vit hava fingið Marnu Jacobsen, bókmentafrøðing og forkvinnu í Demokratia, at ummæla heimin hjá Andy Solveig Hanusardóttir Olsen greiðir frá tiltakinum, ið verður ímillum 2. og 8. mars í samband við kvinnudagin, sum er 8. mars. Sjálv skal hon hava framløgu um menn og kvinnur í føroyskum lýsingum. Tónleikur, samrøður, framløgur, kjak, list og hugleiðingar eru á skránni frá 2. til 8. mars. Millum annað verður tiltakið Orð um kyn har eitt úrval av ymiskum persónum fara at lesa eitthvørt, sum snýr seg um kyn. Eisini eru filmarnir Venus og Miss Representation á skránni, ið á hvønn sín hátt snúgva seg um umboðan og sexualitet. Ljós verður varpað á ymisk sløg av feminismu, ymisk sløg av javnstøðu kring heimin, eins og framløga verður um føroyskar lýsingar, og hvussu kyn verður brúkt á ymiskan hátt. Tað eina kvøldið fara vit í dýpdina við samrøðum við trý fólk, ið á hvønn sín hátt arbeiða fyri javnrættindum og at broyta afturhaldnar áskoðanir. Aftaná verður samrøðustova, har orðið er frítt, og hugleitt verður við útgangsstøði í samrøðunum. Barbara Reynheim Petersen, Helena Sunnsker og Súsanna Hilmarsdóttir ganga í Skúlanum á Fløtum. Fríggjadagin vunnu tær íverksetarakappingina SkúlaFM. Tær hava arbeitt leingi við hugskotinum hjá sær, og eru sera fegnar um at vinna kappingina. Fiskidagur, kvota, stráðmaður, hægst bjóðandi og lægst bjóðandi. Mangan verður hugsað um, hvat tað í roynd og veru er, sum tosað verður um. Tilfeingisvinnan er nokk hin mest avgerðandi vinnan í føroyska búskapinum. Tíverri gongur kjakið ofta fyri seg á einum støði, har tað er ringt hjá einum vanligum føroyingi at fylgja við. MFS er av teirri fatan, at øll eiga at hava møguleikan at skilja, hvat hendir í føroysku fiskivinnuni og serliga nú, tá ið fiskuvinnunýskipanin stendur fyri durum. Tí skipar Føroyanevndin hjá MFS fyri einum fiskivinnutiltaki, har tú bæði fært eitt gott innlit í, hvat fiskivinnunýskipanin snýr seg um, og aftaná verður kjak, har bæði politikkarar og serfrøðingar sita í panelinum og kjakast. TeenStreet, hevur nógv ár á baki, eisini í Føroyum, og hetta vikuskiftið varð fyrstu ferð skipað fyri tílíkum samkirkjuligum tiltaki, sum hevur verið í Runavík hetta vikuskiftið. Alt gekk ótrúliga væl, sigur Símun J. Hansen, sum leggur afturat, at eftirmetingin av tiltakinu, skal vísa, um Teenstreettiltakið verður aftur næsta ár. MYND Fyrireikingarbólkurin Uppskotið um lógarbroytingina kemur eftir, at Løgtingsins umboðsmaður og Innlendismálaráðið funnust hvassliga at stýrinum fyri Økistænastuna í Sandoyar sýslu, tá tað setti leiðara í 2015. Hóast Innlendismálaráðið fanst at stýrinum, fekk tað einki gjørt, tí lógin hevur onga heimild til at fara eftir kommununalum samstørvum, bara eftir einstøkum kommunum. Fyri at fáa eitt kommunalt samstarv at gera tað, sum tað hevur skyldu til at gera, kann landsstýrisfólkið geva limunum í samstarvinum tvingsils sekt. Men tað krevur broytingar í býarplaninum og byggisamtyktini, tí talan verður um ein bygning sum er 50 metrar høgur, og sostatt hægsti bygningur í landinum. Ætlanin er at skipa fyri borgarafundi á Skála um ætlanina, har MEST skal leggja ætlanina fram, áðrenn Runavíkar Býráð fer at taka endaliga støðu til ætlanina. Tað er fyri at gera arbeiðsumstøðurnar betri, og fyri at halda vindi og veðrið úti, at skipasmiðjan MEST á Skála, arbeiðir við eini ætlan um at inniloka turrdokkina. Tað sigur Mouritz Mohr, stjóri í MEST. Hann vil ikki í løtuni gera fleiri viðmerkingar til ætlanina, tí málið verður viðgjørt av myndugleikunum. Býráðið samtykti hóskvøldið at taka undir við tilmælum frá bæði Vinnu og havnanevndini og frá Byggi og býarskipanarnevndini, sum vilja hava MEST at koma við nærri lýsing av bygninginum, hædd og útsjónd, og at málið síðani verður lagt aftur fyri nevndirnar til viðgerðar. Tekniska deildi mælir haraftrat til at skipa fyri einum borgarafundi, har MEST greiðir frá ætlanini, og síðani at gera eina serstaka byggisamtykt fyri byggingina. Í ásetingini fyri økið á Skála, er nú galdandi, at eingin bygningur má vera hægri enn 6,5 metrar, hóast fleiri eru hægri enn tað. Men skulu ásetingarnar loyva MEST at inniloka turrdokkina, so má ásetingin vera 50 metra hædd, og tí verður mælt til at eingin avmarking verður í hæddini. Heilsu og innlendismálaráðið hevur svarað Runavíkar kommunu, at broytingin verður ikki góðkend, um at einki mark skal vera fyri hæddini á bygningi sum verður bygdur á økinum. Heilsu og innlendismálaráðið sigur í svarinum, at ein stór høll við eini hædd uppá 50 metur nærhendis íbúðarøki er eitt so stórt inntriv, at tað má verða lýst væl og virðiliga fyri borgaranum, eitt nú við myndum, sum vísa bygningin ymsastaðini frá á Skála og hinumegin fjørðin. Tí mælir tekniska deild til, at kommunan eigur at skipa fyr einum borgarafundi á Skála, har MEST kann greiða frá ætlanini og vísa myndir og møguliga modell av ætlaðu byggingini. Og síðan at gera eina serstaka byggisamtykt fyri byggingina. Við serstakari byggisamtykt er møguligt at áseta hædd, skap, lit við meira á byggingini. Hægsti bygningur í landinum er Vesturkirkjan, sum er 40,9 metrar høg, so bygningurin omaná turrdokkina á Skála, verður næstan 10 metrar hægri. Klokkan tvey seinnapartin í morgin er evsta mark at lata løgtingsumsitingini lógaruppskot, sum skulu viðgerast í hesari tingsetuni, og Høgni Hoydal hevur áður sagt, at hendan freistin verður hildin. Enn er eingin semja við Sambandsflokkin, men samráðingarnar halda fram, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður. Sambandsflokkurin fer á fund seinnapartin at umrøða fiskivinnunýskipanina. Bárður Nielsen sigur við útvarpið, at enn eru nøkur viðurskifti, sum semja ikki er um. Skal semja finnast, krevur tað, at partarnir flyta seg nakað afturat, sigur formaðurin í Sambandsflokkinum, sum ikki hevur hug at viðmerkja, hvat hann væntar av samráðingunum, og um hansara flokkur tá avtornar ger semju við samgonguna. Í kvøld skulu vit síggja eina sending frá 1993, har Zacharias hittir Mariu Olsen, sum í meiri enn 50 ár hevði arbeitt á Gamla Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn. Í byrjanini av nítiárunum var ring kreppa her á landi, og fleiri smábygdir komu illa fyri av stóru fráflytingini úr Føroyum. Í 1994 stóð annaðhvørt hús í báðum bygdunum í Elduvíkar kommunu tómt. Fólkatalið var farið niður um 100. Bert fá ár frammanundan búðu hálvtannaðhundrað fólk í kommununi. Ein smoltstøð í Funningsfirði var einasta arbeiðsplássið, ið var eftir í kommununi, men har høvdu tey ikki fingið løn í fleiri mánaðir. Leivur Hansen og Dagmar Joensen Næs løgdu til rættis. Bjarni Árting Rubeksen og Herluf Sørensen fotograferðu og kliptu sendingina. Á afturdekkinum er sett upp útgerð at reinsa lús av laksinum við flógvum sjógvi. Leygardagin 4. mars verður móttøka um borð á Martini, og tá verður eisini opið skip Samstundis sum Martin er komin til Føroya hevur Bakkafrost undirskrivað sáttmála um eitt skip afturat. Tað skal eita Róland, sum var annar bróðir Hans á Bakka. Róland skal eisini brúkast til at at reina laksin fyri lús við flógvum sjógvi. Róland verður skrásettur í Føroyum hálvan mars. Væntandi verður skipið klárt at fara í vinnu í juni í ár. Bókaða yvirtøkuvirðið á Húsahaga er hundrað milliónir og slakar 300.000 krónur, og partapeningurin, SEV hevur sett í, er 22 milliónir krónur, hitt er ein millumrokning, sum er afturgoldin, tá vindmyllulundin er avskrivað. Fyrrverandi løgtingsmaðurin Alfred Olsen hevur sett húsini á Gráasteini í stand, og hann sigur frá fólkunum og umstøðunum á Gráasteini, og ikki minst frá Olgari, ið var fyrsti maður í Saltnesi og fekk trøðna frá sjálvum kongi. Hjúnini Eydna Reinert Kjeld og Haraldur Kjeld siga eisini frá. Hon er yngst av 11 systkjum og hann er havnarmaður. Um stutta tíð verður skjótt hjá honum at koyra til Havnar. Siri Reinert Hansen og Rógvi Hansen og dreingirnir búgva í gomlu húsunum í Skúla, sum eru barnaheimið hjá pápa Siri. 14 ára gamli Rói gleðir seg til Eysturoyartunnilin, tí tá verður hann 18 ár og fær koyrikortið. Tunnilsmunnin í Eysturoyartunnlinum verður í Saltnesi. Sanna og Dánjal Jákup Højgaard búgva beint við, har munnin verður. Enn vita tey ikki, hvussu teirra hús fáa samband við nýggja landsvegin, tí ein rundkoyring verður gjørd á sjónum beint niðanfyri húsini. Gamla kirkjan er gomul og slitin, og nýggi parturin hevur ikki fingist at rigga, sigur formaðurin í Glyvra kirkjuráði, Hans Jákup Lamhauge. Kirkjuráðið, sum sat í 2000, royndi at finna fram til, hvussu hetta kundi bøtast, og hvussu kirkjan kundi samansjóðast betur, so hon gjørdist ein eind. Kirkjuráðið skal sjálvt syrgja fyri einum triðingi, ið skal rindast kontant sum eginpeningur, og próvstadømisráðið skal rinda ein triðing. Vónað hevur verið var, at Mentamálaráðið skal rinda ein triðing, men Hans Jákup Lamhauge dugir ikki at siga, hvussu verður við hesum. Hans Jákup Lamhauge vónar, at ein nýggj kirkja á Glyvrum kann standa klár um fýra ár, men tað veldst um fígging og onnur viðurskifti, sum skulu fáast upp á pláss, og tað er hetta, sum fundurin fyri kirkjuliðnum í kvøld millum annað skal snúgva seg um. Upp á gólv føstulávinta sunnukvøld. Í sambandi við 60 ára dagin hjá Kringvarpi Føroya tóku vit upp 14 kvæði, vísur og tættir í Reinsarínum í januar. Hesaferð kvøða tey Jákup á Møn, sum Dávur Emil Samuelsen, skipar. Falkaríman, sum Kristian Hansen, skipar og Deyðastund Sigmundar, ið Jónleif Johannesen yrkti og hann skipar. Triða sendingin við upptøkunum í januar verður send annað páskakvøld, tann 17. apríl. Tað sigur Jóan Pauli Joensen, professari, sum Fíggjarmálaráðið setti at kanna Søvn Landsins, har vinmaðurin, Andras Mortensen, var stjóri. Málið um fyrrverandi stjóran á Søvnum Landsins er nýggjasta dømið í eini røð av líknandi málum, har leiðandi almenn starvsfólk verða flutt í nýtt starv, sum ikki verður lýst leyst. Sonja Jógvansdóttir, løgtingskvinna, undrast á, hví krrativa starvssetanin í almennu umsitingini ikki eisini er galdandi fyri láglønt. Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum visti, at Jóan Pauli Joensen, professari, og Andras Mortensen, fyrrverandi stjóri á Søvnum Landsins, kendust. Nú 60 ár eru liðin síðani Útvarpið byrjaði at senda, hevur Kringvarpið gjørt nógv burtur úr, og verturin Tórður Mikkelsen og fotografurin Eir í Ólavsstovu hava verið runt á stovninum fyri at lýsa fjølbroytta virksemið í myndum og samrøðum. Eir og Tórður hava gjørt fimm videoinnsløg til heimasíðuna hjá Kringvarpinum. Nú eru innsløgini sett saman til eina sending, sum verður víst í Sjónvarpinum sunnukvøldið klokkan 20 og mánakvøldið klokkan 21 40. Í sendingini Við Tórði á túri í Kringvarpinum er Tórður Mikkelsen sum sagt vertur og Eir í Ólavsstovu hevur verið fotografur og hevur eisini klipt sendingina. Uppskot er um at seta fyrireikandi verkætlanarbólk og politiskan fylgibólk og játta eina millión krónur til fyrireikingarnar. Í politiska fylgibólkinum vera Eldranevndin hjá býráðnum og borgarstjórin. Í endurskoðaðu íløguætlanini hjá kommununi fyri 2017 eru settar av 3,5 milliónir krónur til kanningar, uppskot um verkætlan og annað. Til at leiða og samskipa arbeiðið og tryggja støðuga framgongd verður mett neyðugt at keypa inn verkætlanarfólk fulla tíð, í fyrstu atløgu fram til 31. desember 2017. Fyrsta fyrireikingin skal vera liðug í seinasta lagi 30. juni í ár. Tá eigur at vera greitt, hvørjar bústaðarloysnir og hvussu nógv stovnpláss og leiguíbúðir, farast skal eftir næstu trý fýra árini og í 12 ára skeiðinum til 2023. Fyrstu byggiverkætlanirnar eiga at verða komnar so langt áleiðis, at klárt er at byggja í seinnu hálvu í 2018, stendur í skránni fyri býráðsfundin hóskvøldið. Teirra millum er landstýrið, sum gjøgnum Fíggingargrunnin frá 1992 framvegis eigur ein triðing av bankanum. Landið fær tí 100 milliónir krónur í vinningsbýti frá BankNordik. 35 prosent av 725 milliónum krónum eru slakar 254 milliónir krónur. Tað er, um landið eisini fær kapitalvinningsskatt frá Fíggingargrunninum. Annars eru 35 prosent av 625 milliónum slakar 219 milliónir. So í minsta lagi fær landið 319 milliónir burtur úr stóra vinningsbýtinum hjá Bakkafrosti og BankNordik. Býráðið samtykti 4. august í fjør at læna 250 milliónir krónur fyri fasta rentu, sum tá var 1,74 prosent sambært rentumarknaðinum. Klárt var at skriva undir 2. november. Síðani samtyktina í býráðnum fyrst í august, er swappurin hækkaður spakuliga uppeftir, serliga eftir amerikanska forsetavalið. Ein meiriluti í Fíggjarnevndini hevur mælt til at selja stykkini fyri á leið 250.000 hvørt. Ústykkjaða økið á Hamrabø í Kollafirði er til samans 12.000 fermetrar til støddar. Verður áhugin sum frálíður stórur, ber til at leingja útstykkingina út móti Kjalnesi. Byggibúningin verður liðug um eitt ár, og ætlanin er nú at bjóða stykkini út. Tey, ið standa á bíðilista, verða fyrst avgreidd, áðrenn stykkini verða seld í fríari sølu. Málið kemur fyri á býráðsfundi 2. mars, tað er komandi hósdag. Men fleiri hava sýnt økinum áhuga, millum annað Brennistøðin, Brandskúlin, Kosangas og Biogas, sigur umsitingin hjá Tórshavnar kommunu. Tekniski stjórin og býararkitekturin mæla til at halda fast við ætlaðu broytingina í almennu byggisamtyktini fyri økið eystan fyri havnarøkið á Sundi. Til býráðsfundin hóskvøldið mælir Byggi og býarskipanarnevndin til at taka undir við hesum. Fólk í Kaldbak hava mótmælt ætlanini, men fingu ikki viðhald í Yvirfriðingarnevndini. Sonja heldur at ein rundkoyring er besta boðið uppá at betra um núverandi støðu. Hon hevur altíð gingið og gongur enn á felagsskúlanum á Oyrabakka, hon heldur ikki, at fólk eru nóg varin, tá tey koyra har um leiðir. Í 2009 gjørdist myndugleikagóðakenning ES krav, og í fimm ár hevur Heilsufrøðiliga Starvstovan kanna og góðkent føroysku firðirnar í sambandi við granskingarverkætlan fíggjað av vinnuni og Fiskivinnuroyndum. Arbeiðssetingurin verður væntandi liðugur síðst í hesi vikuni, sigur Bjarni Askham Bjarnason, aðalstjóri í Fíggjarmálaráðnum, við útvarpið. Í hesum døgum hava 9. floksnæmingar um alt landið verið til várroynd, og hjá nøkrum teirra telur úrslitið við, tá søkjast skal inn til miðnámsskúlarnar komandi skúlaár. Men allir skúlar hava ikki verið uppi í einstøku royndunum samstundis. Til dømis vóru nakrar skúlar uppi í støddfrøði í síðstu viku, og nakrar eru í hesi vikuni. Tað hevur latið upp fyri, at nakrir næmingar hava sæð tilfarið, áðrenn teir skulu sita royndina. Trupulleikin er, at tað stendur skúlum frítt at avgera, nær royndirnar eru, so hvørt Próvstovan hevur leyslatið tær. Próvstovan, sum skipar fyri royndini, læt tær talgildu royndirnar upp mánadagin í síðstu viku, tá ið fleiri skúlar eisini hildu royndina. Men nakrir hava valt at bíðað. Sambært stórum bólki fyri lærarar á Facebook, er várroyndin í 9. flokki longu send næmingum í skúlum, sum ikki hava sitið royndina. Sum ein skrivar Tað er so sera einfalt at gera við telefonini. Kringvarpið veit um, at næmingar hava tikið myndir av telduskíggjanum og sent uppgávurnar víðari til vinfólk, sum skulu upp í royndini seinni. Lærarar seta spurnartekn við, hvussu royndirnar skulu metast. Teir ilskast um, at næmingar eru settir í eina støðu, har ivi kann sáast um teirra úrslit. Flestu skúlarnir hava hildið sínar royndir í síðstu viku, soleiðis sum Próvstovan skjeyt upp, men fleiri skúlar hava eisini royndir hesa vikuna. Klokkan tvey seinnapartin er evsta mark at lata løgtingsumsitingini lógaruppskot, ið skulu viðgerast í hesari tingsetuni, og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur áður sagt, at hendan freistin verður hildin. Samráðingarnar millum samgonguna og Sambandsflokkin hildu fram í gjár, men enn vil eingin siga, um nøkur semja er millum partarnar. Høgni Hoydal var ikki at hitta fyrrapartin. Flokkurin hevur tó tryggjað sær, at verður eingin semja við samgonguna, so sleppur flokkurin kortini at leggja fram sítt egna nýskipanaruppskot. Einaferð var eitt filmseftirlit í Føroyum, sum millum annað sensureraði myndir, sum hildnar vóru at vera ov harðligar ella ónærisligar. Í hesi sendingini Á Sýnini, sum varð send í 1985, skulu vit hitta umboð fyri filmseftirlitið. Vit hoyra eisini um, hvussu tað er hjá føroyingi at búgva í Íslandi, og hvussu tað gekk hjá eini føroyskari kvinnu at vera á kvinnuráðstevnu í Nairobi. Sendingin varpar ljós á hvussu gongdin í rúsdrekkanýtsluni hevur verið seinastu fýra árini, altso frá lógarbroytingini í 1980 og fram til 1984. Hetta var tann triðja sendingin í eini røð, sum kallaðist á sýnini. Røðin varpaði ljós á samfelagsviðurskifti, og hendan sendingin royndi at kanna, hvørjar avleiðingar sterka ølið hevði á samfelagið. Samráðingarnar millum samgonguna og Sambandsflokkin um eina fiskivinnunýskipan hava ikki givið nakað úrslit, og landsstýrismaðurin ber einki uppskot í Løgtingið í dag. Í staðin gevur Høgni Hoydal sær sjálvum og samgonguni freist til mánadagin at almannakunngera eitt uppskot um eina nýskipan, sum samgongan antin leggur fram einsamøll ella saman við Sambandsflokkinum. Eg má bara staðfesta, at samráðingarnar við Sambandsflokkin hava ikki borið á mál. Nakrir knútar hava verið ov stórir til at loysa, sigur Høgni Hoydal. Hóast einki er komið burturúr samráðingunum millum samgonguna og Sambandsflokkin, so vil landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ikki siga, at samráðingarnar eru endaliga slitnaðar. Tað vilja næstu dagarnir vísa, sigur hann. Um tað ikki eydnast landsstýrismanninum at fáa Sambandsflokkin aftur til samráðingarborðið, so vendir samgongan aftur til útgangsstøði og leggur sítt egna uppskot fram. Høgni Hoydal hevur ikki avtalað nakran nýggjan fund um fiskivinnunýskipanina, hvørki við Sambandsflokkin ella nakran av hinum andstøðuflokkunum. Áðrenn Sambandsflokkurin fór í realitetssamráðingar við samgonguna tryggjaði flokkurin sær neyðugu atkvøðurnar frá samgongutinglimum, soleiðis at flokkurin kann leggja sítt egna nýskipanaruppskot fyri Løgtingið, eisini eftir at freistin er farin. Søguliga avrikið hjá ungu hondbóltsgarpunum er í stóran mun ídnum foreldrum at takka. Í samrøðu fortelja Pole Hansen, pápi ein av landsliðsleikarunum og Helgi Hoydal, liðskipari um, hvussu landsliðsarbeiðið við dreingjunum byrjaði. Í trimum sendingum fara vit á rannsóknarferð í átta kvinnulistarlívum, har ljós verður varpað á ein samfelagsbólk, ið livir undir annarleiðis lívskorum enn tær kvinnur, ið hava fast starv við fastari løn, eftirlønar , tryggingar og frítíðarskipan, stjóra og starvsfeløgum. Luttakarar í sendingini eru Sigrun Gunnarsdóttir, myndlistakvinna, Gunnvá Zachariasen, sjónleikari, Ditte Mathilda Joensen, fotografur og grafikari, Marita Dalsgaard, sjónleikari og næstforfólk í Listafólkasambandi Føroya, LISA, og Suni Poulsen, sálarfrøðingur. Komandi mánadag fer samgongan at leggja sítt uppskot um fiskivinnunýskipan fram alment. Tað verður á einum tíðindafundi, stendur í tíðindaskrivi frá Løgmansskrivstovuni . Fyri at tryggja opinleika um týðandi nýskipanina og at allar mannagongdir verða fylgdar, er ráðiligast, at fiskivinnunýskipanin bæði fer til almenna hoyring og lógareftirkanning, áðrenn hon verður latin Løgtinginum. Tað eru Aksel V. Johannesen, løgmaður, Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, og Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis og vinnumálum, ið hava sent felags tíðindaskrivi út. Landsstýrið hevur seinastu tveir dagarnar latið Løgtinginum til samans 36 uppskot, nú freistin, at lata Løgtinginum uppskot, er farin Hesa tingsetuna hevur landsstýrið lagt til samans 82 uppskot fyri Løgtingið. Seinasti framløgudagur í tinginum er týsdagin 7. mars 2017. Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, megnaði ikki at gera semju við Sambandsflokkin um fiskivinnunýskipan, áðrenn freistin at lata løgtinginum uppskot var úti seinnapartin. Tað var spurningurin um, hvussu nógv skal á uppboðssølu, sum skilti partarnar, og sum at enda forðai fyri breiðu semjuni millum samgonguna og Sambandsflokkin. Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkin, sigur, at flokkurin fyrireikar nú sítt egna lógaruppskot, sum fer at byggja á nýskipanaruppskotið, sum flokkurin kunngjørdi í heyst. Seinni í vikuni verður aftur samgongufundur um endaliga uppskotið um fiskivinnunýskipan, sum samgonguflokkarnir fara at bera í tingið mánadagin. Hóast tað ikki eydnaðst at fáa eina semju við Sambandsflokkin, hevur Aksel V. Johannesen, løgmaður, vónir um, at fleiri enn 17 atkvøður verða fyri uppskotinum hjá samgonguni. Løgmaður vísir aftur, at politiska handalagið í samgonguni er vánaligt, nú tað er greitt, at tað helst koma fleiri uppskot um nýggja fiskivinnunýskipan frá samgonguni, Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum. Poul Michelsen, landsstýrismaður, sum varðar av almennum partafeløgum, hevur mælt Miðlahúsinum til at kæra avgerðina um at hækka prísin til Kappingareftirlitið. Sirið Stenberg fer á tingfundinum í morgin at leggja menningarætlanina fram. Landsstýriskvinnan fekk menningarætlanina 28.juni í fjør frá einum stórum arbeiðsbólki. Arbeiðsbólkurin mælti til millum annað at hava felags leiðslu fyri øll trý sjúkrahúsini í Føroyum, at hava felags starvsfólkadeild, læknaútbúgving á Fróðskaparsetrinum, øll akuttviðgerð skal vera á Landssjúkrahúsinum, og almennir bíðilistar skul gerast. Hóast 16 ár eru liðin, síðani fyrstu loyvini vórðu latin, hevur tað ikki eydnast at finna kolvetni í rakstrarverdum nøgdum. Hinvegin er staðfest, at ein virkin kolvetnisskipan er á føroyskum øki. Stóri spurningurin, sum nú verður roynt at fáa greiði á, er, hvat rakstrarverdu nøgdirnar eru, soleiðis at farast kann undir veruliga framleiðslu á føroyskum øki, sigur uttanríkis og vinnumálaráðið í viðmerkingunum til uppskotið. Eisini hava tvey loyvi verið latin eftir Open door skipanini, har eitt oljufelag av sínum eintingum bað um loyvi at kanna eitt øki, sum frammanundan varð boðið út sambært útbjóðingarlógini. Økið, sum mælt verður til at bjóða út í fjórða útbjóðingarumfari, er umleið 32.000 ferkilometrar til víddar. Tað er eystan fyri Hetlandsrennuna og í ein útsynning úr Føroyum. Poul Michelsen, landsstýrismaður, hevur eisini skotið upp at broyta kolvetnislógina soleiðis, at møguleiki verður at leingja leitiloyvi upp í fýra ár í senn. Alt leitingarskeiðið kann tó framvegis vera í mesta lagi 16 ár. Eftir galdandi lóg ber til at leingja leitingarloyvi tvey ár í senn. Við broytingini verða betri møguleikar fyri einari smidligari umsiting av loyvi til at leita og framleiða kolvetni, verður sagt í viðmerkingunum til uppskotið. Føroyar fáa nú eisini eitt Etiskt ráð, ið skal viðgera teir heilt stóru spurningarnar lógin fyri Etiska ráðið varð týsdagin lagt fyri Løgtingið. Teir níggju limirnir skulu sita í fýra ár í senn, og teir skulu ráðgeva Løgtingi, landsstýrisfólkum og almennum myndugleikum í etiskum spurningum ráðið skal eisini upplýsa almenningin og taka etiskar spurningar til umrøðu í almenninginum. Upprunaliga var ætlanin, at sjey limir skuldu vera í Etiska ráðnum, men eftir at uppskotið hevur verið til hoyringar, er talið hækkað upp í níggju limir. Landsstýrismaðurin í heilsumálum tilnevnir formannin í ráðnum og ein nevndarlim. Harafturat velur landsstýrismaðurin í heilsumálum Ein lim eftir tilmæli frá landsstýrismanninum í almannamálum Ein lim eftir tilmæli frá Kommunufelagnum Ein lim eftir tilmæli frá landsstýrismanninum í vinnumálum Ein lim eftir tilmæli frá landsstýrismanninum í kirkjumálum og tríggjar limir eftir tilmæli frá politisku flokkunum á Løgtingi Sagt verður í lógaruppskotinum, at tey, ið verða tilnevnd í Etiska ráðið, skulu hava innlit í etisk, mentanarlig, samfelagslig og faklig viðurskifti, ið hava týdning fyri virkið hjá ráðnum. Etiska ráðið skal fremja kjak og vitan um heilsufakligar spurningar. Ráðið hevur skyldu til at fylgja við á tí lívtøkniliga og ílegutøkniliga økinum, tað er bio og genteknologi. Men Etiska ráðið skal ikki viðgera spurningar um umhvørvi og náttúru, tí so verður virkisøkið ov breitt, verður sagt í uppskotinum. Etiska ráðið er óheft og velur sjálvt tey evni og teir spurningar, sum verða tiknir til viðgerðar. Borgarar kunnu eisini leggja mál fyri Etiska ráðið, sum ráðið so kann taka støðu til. Virkisøki hjá Etiska ráðnum er teir etisku spurningar, sum knýta seg til gransking og nýtslu av lív og ílegutøkni. Dømi um mál, sum Etiska ráðið kann taka upp, eru granskingarverkætlanir um nøringartøkni, fosturdiagnostikk ella nýtslu av gitnum menniskjaeggum og fostrum. Onnur viðkvom mál, sum Etiska ráðið kann viðgera, er u viðgerð og umsorgan fyri doyggjandi, etiskir spurningar um, nær lívið byrjar, og eisini spurningar um at býta tilfeingið á heilsuøkinum rættvíst, verður sagt í uppskotinum. Mett verður, at útreiðslurnar til Etiska ráðið og skrivstovuhald tilsamans verða umleið 560.000 krónur árliga. Skotið verður upp, at eitt fólk verður sett at taka sær av dagligu umsitingini hjá ráðnum. Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um, at MVG skal afturrindast, tá elbilar verða keyptir. Men tíðaravmarking er á uppskotinum. Fyri at fáa endurgoldið meirvirðisgjaldið, skal akfarið verða skrásett áðrenn 1. januar 2019. Málið er at seta eyka ferð at umleggingina frá motorakførum, ið nýta dálkandi brennievni, til sokallað grøn motorakfør, ið nýta brennievni frá meira varandi orkukeldum, verður sagt í viðmerkingum til uppskotið. El og vetnisakfør eru í løtuni lutfalsliga kostnaðarmikil. Fyri at skunda undir eina umlegging, verður mett rætt við eini serligari afturberingarskipan í tvey ára tíðarskeið, stendur í viðmerkingum. Í hesi sendingini verður vinnaratónleikur frá amerikanska Grammy Awards 2016 spældur, umframt at vit nema við týska Echo Music Prize. Lagt til rættis Leivur Thomsen. Privat fólk, fyritøkur, barnaringurin á Toftum og ein flokkur á Tofa skúla, sum Gudni Andreasen hevur verið lærari hjá, skipaði fyri tombola. Okkara kropsmál vísur hvussu vit hava tað og hvussu vit samskifta við fólk. Tí er tað sera umráðandi at vit duga at brúka kroppin á rættan hátt og at útstrálingin eisini er tann rætta, sigur Mona Breckmann, sum hevur fyritøkuna Mona Solo. Tá tey so endiliga fáa hjálpina, krevst størri viðgerð, og sannlíkindini fyri at venda aftur til ein vanligan gerandisdag eru nógv minni. Tað sigur ein norðurlendsk kanning. Hon greiddi eisini fundinum frá arbeiðsbólkinum, sum er settur at gera heildarætlan um psykiatri í Føroyum. Bólkurin hevur havt sín fyrsta fund. 11 fólk eru í bólkinum. Sirið Stenberg sigur, at málið við heildarætlanini er at tryggja, at øll við sálarsjúku fáa eina javnbjóðis, dygdargóða og trygga tænastu so tætt at gerandislívinum sum til ber. Harðskapurin er ikki ein beinleiðis ætlan, men heldur eitt tekin um ørkymlan. Við rættari atferð kunnu námsfrøðingar hjálpa fólki við sálarligum trupulleikum at fáa greiðu á tí, tey ikki skilja. Harvið minka ørkymlanina, og í síðsta enda eisini harðskapin. Bjørn Kalsø í Sambandsflokkinum hevur skotið upp játta hálva aðru millión krónur til bátaverkstað, sum skal staðsetast á Spinnarínum í Klaksvík. Mælt verður til at seta bátasmið í fast starv á tekniska skúlanum í Klaksvík, og harumframt skal í minsta lagi ein lærlingur verða knýttur at verkstaðnum. Bjørn Kalsø sigur, at bátasmiðirnir fækka, og lærlingar verða ikki settir við. Nýggir bátar verða sjáldan smíðaðir, og tí er handverkið í vanda fyri at hvørva, verður einki gjørt. Íløgukostnaðurin verður í fyrsta umfari hálv onnur millión krónur og síðani 700.000 800.000 krónur um árið at løna lærara og lærlingum, umframt tilfar og ferðing, stendur í viðmerkingunum til uppskotið. Vísindasiðsemisnevndin setur spurnartekin við, um Etiska ráðið, sum landsstýriskvinnan í heilsumálum hevur skotið upp at seta á stovn, ikki verður politiskt mannað, tí landsstýrisfólkini, sum skulu skjóta limirnar upp, umboða politisku flokkarnar. Vísindasiðsemisnevndin sigur eisini í sínum hoyringarskrivi, at ov nógv fólk fara at manna ráðið, um vit sammeta okkum við Danmark. Har hevur etiska ráðið 17 limir. Sambært uppskotinum hjá Sirið Stenberg skulu níggju fólk manna ráðið. Upprunaliga var ætlanin, at sjey limir skuldu vera í Etiska ráðnum, men eftir at uppskotið hevur verið til hoyringar, er talið hækkað upp í níggju limir Limirnir skulu sita í fýra ár í senn, og teir skulu ráðgeva løgtingi, landsstýrisfólkum og almennum myndugleikum í etiskum spurningum. Ráðið skal eisini upplýsa almenningin og taka etiskar spurningar til umrøðu í almenninginum. Lógarbroytingin, sum annars var til hoyringar, er ikki við, nú Almannamálaráðið hevur latið Løgtingsskrivstovuni síni uppskot í hesari tingsetuni. Eyðgunn Samulsen, landsstýriskvinna, sigur, at hon hevur ikki slept ætlanini um at linka kravið læknaváttan á privata arbeiðsmarknaðinum. Men nær, lógarbroytingin kemur í tingið, veit hon ikki nú. Ætlanin var at linka kravið um læknaváttan. Skotið varð upp, at í málum, har dagpeningur í mesta lagi verður latin fyri eina arbeiðsviku, skulu læknaváttanir ikki útvegast. Tó skal læknaváttan útvegast, um arbeiðsgevarin biður um tað, tá umsøkjarin seinasta 12 mánaða skeiðið hevur havt í minsta lagi trý fráveruskeið og hevur fingið dagpening fyri hesi skeiðini. Ikki er greitt enn, hvussu hendan reglan skal umsitast. Tí kemur lógarbroytingin ikki nú, sigur landsstýriskvinnan. Arbeiðsgevarum dámdi lítið ætlaðu lógarbroytingina. Tað eigur altíð at vera eitt krav fyri at fáa dagpening, at lækni hevur váttað sjúku. Tað er lítið at ivast í, at linkaða kravið um læknaváttan hevur við sær fleiri dagpengar. Tað rakar hvørja ferð arbeiðsgevaran, sum fær rokning frá dagpeningaskipanini fyri fyrsta og annan sjúkradagin, segði Arbeiðsgevarafelagið í sínum hoyringarsvari. Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum. Hon vísir aftur, at talan er um eina nevnd, sum verður vald politiskt tvørturímóti er tað eitt krav, at nevndin er óheft, faklig og fjøltáttað. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, væntar eitt betri grundað kjak um etiskar spurningar, tá ið Etiska ráðið kemur at virka. Ráðið skal styrkja kjak og vitan um etiskar spurningar, ið knýta seg til heilsufakliga virksemi, serliga á tí lív og ílegutøkniliga økinum bio og genteknologi . Ráðið skal eisini gera myndugleikar og borgarar betri før fyri at taka støðu í etiskum spurningum. Frí fosturtøka og aktiv deyðshjálp kunnu vera dømi um viðkvæmar etiskar spurningar, sum Etiska ráðið kann viðgera. Spurningurin er so, hvussu politiska skipanin skal brúka niðurstøður og ráð frá Etiska ráðnum í slíkum málum. Tað er politiska skipanin, sum velur Etiska ráðið, ið til samans telur níggju limir. Landsstýrismaðurin í heilsumálum tilnevnir formannin í ráðnum og ein nevndarlim. Harafturat velur landsstýrismaðurin í heilsumálum tríggjar limir eftir tilmæli frá landsstýrismanninum í ávikavist almannamálum, vinnumálum og kirkjumálum, ein lim eftir tilmæli frá kommunufelagnum og tríggjar limir eftir tilmæli frá politisku flokkunum á tingi. Vísindasiðsemisnevndin setti í sínum hoyringarsvari spurnartekn við, um Etiska ráðið verður politiskt sett, tí landsstýrismenninir, sum seta ráðið, jú umboða politisku flokkarnar, sum sita við valdið. Felagið føroyskir sálarfrøðingar heldur tað somuleiðis verða óheppið, at politisku flokkarnir á tingi skulu velja limir í ráðið, tí tá verður ivamál um, hvørt ráðið er óheft. Maðurin, sum er ákærdur fyri at hava falsað skjøl í samband við sølu av innfluttum bilum, játtar seg sekan í skjalafalsan, men hann noktar at hava svikað landskassan við vilja. Frá januar 2014 til apríl 2015 fær Akstovan 18 fakturar. Maðurin, ið letur teir inn, fæst við at keypa útlendskar bilar fyri tað mesta brúkar bilar úr Týsklandi og innflyta teir til Føroya at selja víðari. Fakturarnir skulu í høvuðsheitum eitast at stava frá stórum bilasølum í Týsklandi, sum ásettu listaprísin á hvørjum einstaka bili. Men fakturarnir komu ikki úr Týsklandi. Teir hevði bilainnflytarin sjálvur sniðkað saman. Hann hevur tikið bilabúmerkið á netinum og fest tað á fakturan, saman við navni og adressu á einari týskari bilasølu og følskum stempli á og sjálvur ásett eitt nývirði ella listaprísin á bilin í evrum. Ásetti listaprísin er avgerandi, tí hann er við til at avgera, hvussu nógv, ið bilainnflytarin skal rinda Akstovuni og harvið landskassanum í skrásetingargjaldi, tá bilurin kemur til landið. Ákærin vil vera við, at maðurin hevur skjalafalsað fakturarnar við tí fyri eygað áseta ein munandi lægri listaprís á bilunum millum ein triðing og helvtina lægri fyri harvið snýta landskassan við at rinda lægri skrásetingargjald fyri í alt góðar 760.000 krónur. Bilinnflytarin náddi at innflyta 16 bilar, áðrenn Akstovan fann útav skjalafalsanini. Eitt dømi er ein Volvo, hvørs listavirði sambært falska fakturanum var góðar 210.000 krónur. Bilurin var sambært ákæraranum góðar 66.000 krónur meiri verdur, tá hann var nýggjur. Harvið verður landskassin snýttur fyri góðar 29.000 krónur í lægri skrásetingargjaldi. Tann ákærdi játtar seg sekan í skjalafalsan, men hann noktar at hava ætlað at snýta landskassan. Upphæddin, sum ákærin sigur hann hava snýtt landskassan fyri, eru ikki røtt, tí hon byggir á skeiv tøl. Upphæddin byggir á tøl frá Akstovuni, sum hon hevur fingið frá føroysku bilasølunum, sum eru beinleiðis kappingarneytar hjá tí ákærda. Fyri tað fyrsta er torført at fáa ítøkiliga skrokkprísin á einum bili júst, tá hann kemur úr verksmiðjuni. Og fært tú ikki prísin, so mást tú rinda Akstovuni 3000 krónur fyri at fáa einstøku bilasøluna í Føroyum at upplýsa prísin. Verjin hjá tí ákærda nýtti fyrrapartin til at vísa á, at tann ákærdi hevði skjalafalsað, tí hann leingi hevði verið ørkymlaður av júst skeiva prísinum, sum hansara kappingarneytar lata Akstovuni. Stjórin í Akstovuni, sum innkallaður sum vitni, váttaði, at tað er torført fyri ikki at siga ógjørligt at fáa upprunaliga skrokkpríosin á einum bili, tá hann fer úr verksmiðjuni. Tí er vanligt, at Akstovan í tílíkum førum nýtir prísirnar, sum týska høvuðsbilasølan upplýsir, tá hon hevur keypt bilin frá verksmiðjuni. Viðgerðin heldur fram í Føroya rætti seinnapartin. Firðirnir eru vakstrarpláss hjá millum annað ungtoskinum, men hvørki Havstovan ella Umhvørvisstovan vita, um alingin skaðar vistskipanirnar. Alivinnan keypir fyri meira enn 100 milliónir krónur árliga frá Apoteksverkinum, men myndugleikarnir lata alivinnuna sjálva gera av, at nýtslan av kemiskum evnum á firðunum skal haldast loynilig. Ársins útgáva Eagle in the Sky Lena Anderssen Funeral Heiðrik Haphe Konni Kass Hint of Melancholy Danny og The Veetos Ultramarine Fróði Ársins sangur Alright Danny og The Veetos Change of Frame Heiðrik On the bright Side Lena Anderssen Pegasus Guðrið Hansdóttir Surrender Konni Kass Ársins framleiðarar Benjamin Petersen fyri Haphe hjá Konni Kass Janus Rasmussen fyri Funeral hjá Heiðrik Jens L. Thomsen fyri Vað hjá Orka Niklas Johannesen fyri Eagle in the Sky hjá Lenu Anderssen Mikael Blak Fred Ruddick og 200 fyri Reytt pass hjá 200 Ársins videolag Change of frame hjá Heiðriki leikstjóri Heiðrik á Heygum Einaferð var tað eg hjá GUT Productions leikstjóri Búi Dam Heart into Trouble hjá Dan Olsen leikstjóri Simon Wells Í tokuni hjá Eivør leikstjóri Heiðrik á Heygum Red hair hjá Heiðriki leikstjóri Heiðrik av Heygum Føroyar Lærarafelag og Føroya Pedagogfelag mótmæla harðliga, at Jørgen Niclasen leggur seg út í sáttmálaviðurskiftini hjá lærarum og pedagogum. Tað boða tey feløgini frá í tíðindaskrivi í dag, eftir at Jørgen Niclasen hevur sagt, at landsstýrið eigur at leggja seg út í sáttmálaviðurskiftini hjá feløgunum Jørgen Niclasen sigur í einum uppskoti, at landsstýrið eigur at gera neyðugar lógarbroytingar, sum tryggja, at lærarar og námsfrøðingar, sum eru settir sum tænastumenn, fáa møguleika eins og aðrir tænastumenn at arbeiða, eftir at teir eru fyltir 67 ár. Sambært 26 í løgtingslóg um tænastumenn er fráfaringaraldurin hjá tænastumonnum ásettur sambært semju millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum og Fíggjarmálaráðið. Tað er tí beinleiðis brot á lógarásetta rættin hjá feløgunum, tá Jørgin Niclasen nú leggur uppskot fyri løgtingið um at broyta fráfaringaraldurin. Jørgen Niclasen í Fólkaflokkinum sigur í einum uppskot til samtyktar, at nærum øll í almennum starvi hava rætt at arbeiða, til tey eru 70 ár. Eftir tað kunnu tey fáa møguleika at arbeiða tvey ár í senn, um persónurin ella stovnurin vilja tað. Aldur avger ikki førleikarnar, og sjálvandi skulu lærarar og námsfrøðingar hava sama møguleika sum onnur í almennum starvi, sigur Jørgen Niclasen í viðmerkingunum til uppskotið. Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, sum hevur lagt menningarætlan fyri heilsuverkið fyri Løgtingið til aðalorðaskifti, ið verður týsdagin 7. mars. Oddaliðið í FTZ deildini, H71 skuldi í kvøld reisa seg eftir at teir sunnudagin taptu fyri KÍF. Samstundis eru stigini týdningarmikil fyri vestmenningar, um teir skulu halda seg frammanfyri KÍF í stríðnum um pláss í FM finalunum. Tað er eitt gott arbeiði, og tey ungu uppføra seg øgiliga væl, greiðir Elin Maria Olsen frá. Hon er ein av teimum, sum arbeiða í Úthanginum, ungdómshúsinum í Kollafirði, og víðari greiðir hon frá, hvussu umdtøðurnar eru har, og hvat tey plaga at gera har. Eisini práta vit við tvye ung, sum plaga at ganga har, og tey eru sera glað fyri at hava eitt ungdómshús. Fólkaflokkurin kærir um, at Høgni Hoydal, landsstýrismaður, fyrst gav nótaskipunum makrelkvotur. Ein mánað seinni tók hann part av kvotunum í ES sjógvi aftur. Fólkaflokkurin sigur, at sambært fyrisitingarrættinum er ein fyrisitingarlig tilsøgn um eitt fiskiloyvi ein bindandi tilsøgn, sum ikki kann takast aftur. Fólkaflokkurin sigur, at avgerðin hjá Høgna Hoydali er óheimilað, hon skúgvar rættartrygdina til viks og kann koma at kosta landskassanum nógvan pening. MEST hevur frammanundan smíðað tvær tvíkiljur til Bakkafrost. Onnur varð latin í februar, og hin verður latin um miðjan mars. Alt arbeiðið er gjørt í Føroyum, eisini skrokkurin. Tær báðar tvíkiljurnar, sum sáttmáli nú er gjørdur um, verða nýbygningur nummar 112 og 113 á Mest. Onnur verður 15 metrar long og sjey metrar breið, og hin verður 14 metrar long og seks metrar breið. Signhild Petersen, Renate Weber Ehlers og Joan Smidt Skibenæs eru júst lidnar við útbúgving sína sum serlæknar í almennum medisini, í tí, sum vanliga verður nevnt kommunulækni, upplýsir Landssjúkrahúsið. Tær hava allar fingið styttri vikariat hjá kommunulækna. Signhild Petersen, Renate Weber Ehlers og Joan Smidt Skibenæs hava tikið serlæknaútbúgvingina, sum er hálvt fimta ár, á Landssjúkrahúsinum og hjá Kommunulæknaskipanini, har tær hava verið hjá kommunulæknum kring landið. Í Føroyum er hendan útbúgving skipað í samstarvi millum Landssjúkrahúsið, Kommunulæknaskipanina og Videreuddannelsesregion Øst í Danmark. Miðflokkurin hevur skotið upp at byggja 106 bústaðir til menningartarnað og fjølbrekað í Suðurstreymi næstu fýra árini fyri til samans 212 milliónir krónur, tá innbúgv og útgerð er íroknað. Jenis av Rana og Bill Justinussen siga í viðmerkingunum til uppskotið, at sambært almannaverkinum eru bústaðarviðurskiftini hjá menningartarnaðum og teimum við breki so nógv afturúrsigld, at skal stigið verða nøktandi og virðiligt, er neyðugt við 212 milliónum krónur Serliga eru tað umstøðurnar hjá teimum, sum búgva í Suðurstreymi, sum eru út av lagi vánaligar, tí har er lítið og einki bygt, síðani Eirargarður varð tikin í nýtslu fyri 40 árum síðani. Miðflokkurin heldur ikki, at tað er ein góð loysn at umvæla Eirargarð fyri 25,5 milliónir krónur, tí sjáldan heldur prísurin, tá gamalt verður umvælt. Umvælingin av Eirargarði kann lættliga fara at nærkast teimum 40 milliónunum, tá avtornar. Og tað er at spilla pening burtur at brúka 30 40 milliónir krónur til ein bygning, ið ætlanin er bara skal brúkast í fá ár, sigur Miðflokkurin. Hetta verður gjørt í samband við stóra Barnafestivalin, sum verður í Norðurlandahúsinum. Sum Sunnuva Bæk nevnir í samrøðuni, er tað ein standmynd, sum børnini skulu gera, og tilfarið, sum standmyndin verður gjørd úr, avgera børnini sjálvi. Løgtingið fer í dag at viðgera eitt uppskot frá Fólkaflokkinum um at heimila kommununum at hækka botnfrádráttin í kommunuskattinum upp í 65.000 krónur eins og gjørt er í landskattinum. Fólkaflokkurin sigur, at tá flatskatturin varð settur í í gildi, hækkaði botnfrádrátturin í landsskattinum úr 30.000 upp í 65.000 krónur Tað hevði við sær, at inntøkur undir 65.000 krónur rinda ikki landsskatt. Men botnfrádrátturin í kommunuskattinum er óbroyttur. Lægstu inntøkurnar rinda bara kommunuskatt, og tí hava hesar inntøkur ongan bata fingið, sigur Fólkaflokkurin. Fólkaflokkurin sigur, at hækka allar kommunurnar botnfrádráttin 1.000 krónur , vísir ein meting, at tað fer at kosta kommununum átta millónir krónur í mistum inntøkum um árið. Fróði Tórálvsson Stenberg, sum starvast í tónleikavinnuni í fleiri ár og eisini hevur sín egna tungmálmsblogg , metir um týdningin, sum Black Sabbath hevur havt. MTV hevði bólkin fremst í sínum lista við Greatest Metal Bands Of All Time, og á listanum 100 Greatest Rock Artists Of All Time hjá tíðarritinum Rolling Stone, endaði bólkurin næst fremstur. Hevur tú hug at hoyra meir, so hevur Fróði Tórálvsson Stenberg gjørt ein playlista við Black Sabbath tónleiki á Spotify. Hann kann hoyrast her . Uppskotið hevði fyrstu viðgerð í Fólkatinginum týsdagin. Onnur viðgerð verður í apríl. Neyðugt er at broyta rættargangslógina fyri Føroyar. Tað skal gerast fyri at tryggja, at samkynd, sum eru gift í Føroyum, men flyta í eitt land, har sum samkynt hjúnaband ikki er loyvt, skulu kunna verða skild í Føroyum. Um samkynd, sum eru gift í Føroyum, flyta í eitt land, sum ikki góðtekur samkynt hjúnaband, vilja skiljast, ber tað ikki til í landinum, tey búgva í, tí har er samkynt hjúnaband ikki til í nakrari lóggávu um hjúnaskilnað. Við lógarbroytingini, sum nú er á veg í Føroyum, skulu tey kunna fara aftur til Føroya og fáa Føroya rætt at skilja seg. Løgtingið samtykti broytingina í rættargangslógini 29. apríl í fjør. Aftur í ár síggja vit, hvussu væl liggur fyri við handalagi og hugflogi hjá børnum og vaksnum, tá grýlubúnar skulu gerast. Stóra takk fyri myndirnar. Afturfyri skulu føroysk feløg fáa ein fjórðing aftur av pengunum, sum verður settur í filmar og sendirøðir. Kravið er, at í minsta lagi ein fjórðingur av fíggingini er útlendskur. Vinnumálaráðið sigur, at fyri at menna føroyska filmsvinnu og førleikar at gera film, verður mælt til at gera skipanir, sum eggja til at fáa útlendskar filmsframleiðslur til Føroya. Filmsverkætlanin skal vera egnað til at breiða út føroyska mentan, søgu ella náttúru. Eisini skal framleiðslan menna listarliga og tøkniliga vitan og førleikar í føroysku filmsvinnuni. Hvussu roknar tú upprunavirðið á einum innfluttum bili úr Týsklandi Møguleikarnir eru fleiri. Tú kanst taka virðið á bilinum, tá hann spildurnýggjur fer av týsku verksmiðjuni Tú kanst eisini taka virðið á bilinum, tá verksmiðjan hevur selt hann til týska høvuðsbilasøluna Ella hví ikki bara lata eina føroysku bilasølu, sum umboðar bilmerki, sjálva áseta virðið uttan faktura Spurningurin um, hvussu tú roknar upprunavirðið út, er ikki uttan týdning. Hann er avgerandi fyri, hvussu nógv tann, ið innflytir bilin til Føroya, skal rinda í skrásetingargjaldi til landið. Kortini tykist einki greitt svar vera. Tað veldst um, hvønn tú spyrst. Lógarteksturin er ikki greiður. í lógini um avgjøldd við skráseting av motorakførum stendur, at upprunavirðið er virðið, sum bilurin hevur, tá hann stendur í føroyskari havn. Tað vil siga, eftir at bæði verksmiðja og høvuðsbilasøla hava fingið sín vinning men longur niðri í somu lóg verður nevnt um avgjald av motorakfarið, tá tað er spildurnýtt, tað vil siga, tá bilurin verður rullaður út úr verksmiðjuni. Og fyri at gera fløkjuna ógreiðari , so plagar Akstovan tá hon ivast í upprunavirðinum á bilum at biðja føroysku bilasølurnar finna útav tí. Tað gjørdi Aktstovan eitt nú í málinum, sum var fyri í Føroya rætti mikudagin, har ein brúktbilainnflytari er ákærdur fyri at hava skjalafalsað 18 fakturar, og sjálvur at áseta ov lágt upprunavirði og harvið snýta landskassan fyri til samans 760.000 krónur í skrásetingargjaldi. Akstovan gjørdi sum hon plagar. Akstovan spurdi bilasølurnar. Men svarini vóru rættiliga ymisk alt eftir hvør bilasøla varð spurd. Meðan ein bilasøla kundi vísa á fakturar frá týsku høvuðsbilasøluni, so kundi ein onnur bilasølaikki vísa fakturar frá høvuðsbilasøluni fyri teir tríggjar BMW bilarnar, sum vóru innfluttir. Ístaðin kom hon við einari virðisáseting, sum bæði Akstovan og ákæruvaldið hava tikið fyri góða vøru. Spurningurin er so um dómsvaldið ger tað sama í øllum førum er tað merkisvert, at júst í hesum førunum var stórur munur á upphæddini, sum varð endurgivin í falsaða fakturanum og í metingini frá bilasøluni. Dømi BMW bilurin, sum tann ákærdi hevði ásett at vera 203.000 krónur verdur, hevði bilasølan sett at vera meir enn tvífalt so nógv verdan. Verjin var í øllum førum ikki í iva. Bæði Akstovan og ákæruvaldið hava góðtrúgvið latið eina bilasølu sum jú er kappingarneyti hjá tí ákærda at áseta nývirðið á einum BMW bili uttan nakran faktura sum prógv. Verjan helt seg enntá kunna prógva, at metingin hjá hesari bilasølu í tí eina førinum var beinleiðis skeiv við at vísa á ein príslista á netinum. Sjálvt ákærin viðgekk, at metingin hjá bilasøluni helst var í hægri lagi. Ein meting, sum ákærin annars sjálvur nýtir sum grundarlag í sínum ákæruriti, har hann krevur 760.000 krónur í endurgjaldi til landskassan, 350.00 krónur í eyka bót og seks mánaðar treytaleysa fongsulsrevsing fyri serliga grovt skipað snýt. Eitt er tó vist. Tann ákærdi brúktbilaseljarin játtar seg sekan í skjalafalsan. Og tað mátti verjin eisini ásannað. Tí mælti hann til treytadan dóm, tí skjalafalsanin var ikki ein roynd at snýta Akstovuna. Maðurin gjørdi tað, tí hann var ørkymlaður av fløkjuni, har Akstovan loyvir kappingarneytununum at áseta, hvussu nógv hann skal rinda í skrásetingagjaldi. Verjin mælti frá nøkrum endurgjaldi. Í fyrsta lagi tí fløkjan um upprunavirdi var stór í ødrum lagi tí at ein møguligur vinningur í stóðst av følsku fakturunum var sambært verjanum ikki komin tí ákæra til góðar vinnarin var í so fall 16 hepnir bileigarar, sum hava gjørt kvettið. Nýggi skúlin í Fuglafirði kostar 101 millión krónur at byggja. Tí fer skúlin at fylla størsta partin av samlaðu íløgunum hjá Fuglafjarðar kommunu næstu árini. Vit hava í mong ár bíðað eftir einum nýggjum skúla, og íløgan er alneyðug, segði Sonni á Horni, borgarstjóri, tá spakin varð settur í mikudagin. Tveir limir í Fíggjarnevndini hjá býráðnum, javnaðarmenninir Tróndur Sigurðsson og Heðin Mortensen, átala harðliga, at kommunan selur grundstykki fyri undirprís. Føroyski búskapurin er ikki haldførur. Tað vísti várfrágreiðingin hjá Búskaparráðnum í 2015. Síðani hevur tilmælið frá Búskaparráðnum verið, at tað almenna beinanvegin eigur at fara í gongd við nýskipanir og vinnupolitisk tiltøk, ið styrkja almenna búskapin. Men enn er einki hent, sum kann bøta um haldførið í búskapinum. Tey tiltøk, sum landstýrið hevur gjørt í seinastuni, hava ikki havt stórvegis ávirkan á fíggjarliga haldførið. Til dømis hevur flyting av pensjónsútreiðslum frá landi til Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin ikki nakra ávirkan á haldførið hjá almenna geiranum hetta er bara ein flyting innan almenna geiran. Tað kann gerast hættisligt fyri føroyska búskapin í framtíðini, um avbjóðingin við langtíðarhaldførinum ikki verður møtt, sigur Sverri Hansen, formaður í Búskaparráðnum, eftir at hann legði fram nýggjastu frágreiðingina hjá Búskaparráðnum. Hoyr eina longri samrøðu, sum útvarpið hevði við Sverra Hansen, formann í Búskaparráðnum, í útvarpstíðindunum á døgurða í dag, á slóðini her Útvarpstíðindi 12 20 . Durita Tausen, forkvinna í Krabbameinsfelagnum, fegnast, nú tær fyrstu føroysku kvinnurnar eru kallaðar inn til mammagrafiscreening fyri bróstkrabba. Allar kvinnur í aldrinum 50 til 69 ár verða kallaðar inn at fáa tikið myndir av bróstunum. Ein mammografiscreening kann vísa broytingar í bróstinum, sum ikki ber til at merkja við fingrunum. Endamálið er at bjarga lívum, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, nú kanningin er sett í verk. Byrjað verður at gera screeningarnar í næstu viku. Til samans 5.700 kvinnur eru í hesum aldursbólkinum, og tí verður screeningin gjørd yvir komandi tvey árini. Í fyrsta umfarinum eru 829 kvinnur kallaðar inn, og tá tvey ár eru farin, og allar kvinnur hava fingið tilboðið, fáa fyrstu kvinnurnar tilboð av nýggjum. Tilboðið er bara fyri kvinnur yvir 50 ár og yngri enn 70 ár. Krabbameinsfelagið mælir til, at kvinnur yngri enn 50 ár sjálvar lata seg kanna og fara til lækna, um tær merkja nakað. At fara undir screeningar av øllum kvinnum yvir 50 ár er ikki uttan vansar. Men fyrimunirnir eru nógv størri enn vansarnir, sigur Durita Tausen frá Krabbameinsfelagnum í samrøðu við útvarpið . Mammografiscreeningin verður gjørd í samstarvi við Sjællands Universitets Hospital. Kanningar vísa, at millum 95 og 98 prosent av kannaðu kvinnunum fáa at vita, at eingin tekin eru um krabbamein. Í 1997 fekk Hjørdis Verlandsdóttir Johansen huskotið at byrja dramaverkstaðið. Hon hevur síðani tá undirvíst fólki, í so at siga øllum aldri, í drama. Heiðrikur á Heygum er útbúgvin filmsleikstjóri av filmsskúlanum Super16 í Keypmannahavn, og verður BA of Fine Arts frá Listaháskúla Íslands í summar. Hann er eisini tónleikari og gav út útgávuna, Funeral 1. sep. 2016, ið fekk sera jalig ummæli. Í hesum døgum er hann í Føroyum og ger fjóðra sjónbandalagið til útgávuna. Spurningurin, um tey trý sjúkrahúsini í Føroyum skulu hava hvør sína leiðslu ella um ein felags leiðsla skal setast fyri sjúkrahúsini, er nú avgjørdur. Ein felags sjúkrahúsleiðsla fyri Landssjúkrahúsið, Suðuroyar sjúkrahús og Klaksvíkar sjúkrahús skal setast at stjórna og reka tey trýsjúkrahúsini í Føroyum. Í seinasta lagi 1. januar 2018 skal ein ovasti leiðari verða settur fyri alt sjúkrahúsverkið í Føroyum. Hesin ovasti stjórin skal saman við lokalbundnu leiðslunum mynda framtíðar leiðsluna í sjúkrahúsverkinum. Sirið Stenberg sigur, at tað verður framhaldandi tørvur á at hava lokalar leiðslur á staðnum, men tær leiðslurnar verða eisini partur av sjúkrahúsleiðsluni. Hetta merkir, at lokalu leiðslurnar á øllum sjúkrahúsunum hava eina felags ábyrgd fyri virkseminum í samlaða sjúkrahúsverkinum. Sagt verður, at Sjúkrahúsverkið verður skipað sum ein organisatión, har greitt uppgávubýti verður millum fysisku eindirnar. Endamálið er at fáa felags visitatión og felags bíðilistar. Somuleiðis verður farið undir miðvíst arbeiði við útvegan av starvsfólki. Tað kom fram í Løgtinginum fyri lítlari løtu síðani, tá Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, legði fram menningarætlanina fyri sjúkrahúsini í Føroyum. Landsstýriskvinnan í heilsumálum tekur sostatt undir við tilmælinum hjá einum arbeiðsbólki, sum í juni mánað í fjør mælti til at seta eina felags leiðslu at reka tey trý sjúkrahúsini. Arbeiðsbólkurin mælti millum annað til at hava felags leiðslu fyri øll trý sjúkrahúsini í Føroyum, at hava felags starvsfólkadeild, læknaútbúgving á Fróðskaparsetrinum, øll akuttviðgerð skal vera á Landssjúkrahúsinum, og almennir bíðilistar skul gerast. Sum heild eru kvinnurnar ikki nóg væl umboðaðar, og tí er neyðugt at seta spurningin um javnstøðu millum kynini á breddan. Tað halda fyriskiparnir av Damudomi , nú altjóða kvinnudagurin er í næstu viku. Sunneva Háberg Eysturstein og Solveig Hanusardóttir Olsen vitja í sjónvarpsstovuni. Countrybólkurin The Reverends er farín í studio at spæla inn nakrar nýggjar sangir. Og spurningurin er so hvussu leingi afturat tað verður country, tí limirnir draga ikki somu línu, tá tað kemur til hvønn veg, ið bólkurin skal fara. Bárður Jákupsson hevur eina framsýning í Steinprent í hesum døgum. Myndirnar hava eini 4 5 rættiliga ymisk úttrykk, og tað er fyri at skapa størri ymiskleika á framsýningini. Hetta verður helst einasta framsyningin í Føroyum í ár, tí Bárður hevur fleiri framsýningar á skránni uttanlands seinni í ár. Egga Jensen gekk á Føroya Læraraskúla frá 1964 til 1969. Hetta var á Vaglinum og á Frælsinum. Hann og onnur søktu beinanvegin inn á DHL í Keypmannahavn at læra meir um ítrótt. Í 1970 fekk Egga fast starv í Santa Frans Skúla sum fólkaskúlalærari og tímalærarastørv á Føroya Fólkaháskúla og Føroya Læraraskúla í ítrótti. Samstundis luttók hann í fótbólti, hondbólti, flogbólti, borðtennis og fimleiki. Við HB var hann føroyameistari tilsamans átta ferðir frá 1960 til 1976. Í 1978 fekk hann fast starv sum lærari í ítrótti á læraraskúlanum. Hon kannaði, hvussu viðurskiftini vóru fyri hersetingina, hvussu hon ávirkaði samfeløgini í Vágum, og hvørjar broytingar hersetingin elvdi til eftir heimsbardagan. Í Sparta hesaferð fortelja skaddir leikarar sína søgu, og so hoyra vit fysioterapeutar og ein lækna greiða frá, hvussu vit kunnu viðgerða og fyribyrgja ítróttaskaðum. Flogbóltsfelagið Fleyr eigur heimavøllin og so práta vit eisini um ParaBadminton seinast í sendingini. Forlagið Sprotin gav út bókina í 2015, Edward Fuglø hevur gjørt kápumyndina til føroysku útgávuna. Sonja Kjølbro hevur staðið fyri umbótingini. 1.106 fólk fáa rokning í næstum, tí tey hava goldið ov lítið í skatti, til samans 3,3 milliónir krónur, upplýsir TAKS. Avlopsskattur, sum er minni enn 25 krónur, verður ikki útgoldin. Írestandi skattur, sum er minni enn 100 krónur , verður ikki kravdur, upplýsir TAKS eisini. Tey flestu, 21.912 fólk, rindaðu tó tann skatt, tey áttu at rinda í fjør, hvørki meira ella minni. Tey fáa tí hvørki avlopsskatt ella rokning fyri írestandi skatt. Tølini í ár líkjast nógv tølunum í fjør. TAKS hevur nú gjørt skattin fyri 2016 upp og hevur sent flestu skattaborgarum uppgerð. Tey, sum ikki brúka Borgaragluggan ella Mínboks, fáa uppgerðina við postinum í seinasta lagi 13. mars. Pengarnir verða fluttir fólki 21. mars. Valið er í ótíð, tí fyrrverandi varaforsætisráðharrin, Martin McGuinnes, úr Sinn Fein flokkinum hevur lagt frá sær. Meira enn ein 1.25 milliónir fólk høvdu valrætt ígjár, og tey kundu velja millum til samans 228 valevni, sum skulu manna 90 sessir í tjóðartinginum. Valhølini lótu aftur klokkan 10 í gjárkvøldið, og síðani vórðu kassarnir við atkvøðuseðlunum fluttir til átta uppteljingarmiðstøðir í landinum. Byrjað verður at telja nú klokkan 8 í morgun, og endaliga valúrslitið veður greitt seinni í dag, skrivar BBC. Valið í ótíð hevur elvt til stúran um, at NorðurÍrland kann fara innaftur í eina poltiskt óstøðuga tíð við harðskapi. Eina blóðuga tíð við samanbrestum, sum kravdu 3.500 mannalív, men sum ein friðaravtala, fyri 20 árum síðani, steðgaði. Orsøkin til valið í ótíð er ein orkuætlan, sum er vorðin nógv dýrari enn ætlað. Arlene Foster, forsætisráðharri í NorðurÍrlandi, hevði ábyrgdina av orkuætlanini, tá hon varð samtykt, men hon sýtir fyri at taka avleiðingarnar av hesum og leggja frá sær. Tí hevur varaforsætisráðharrin úr Sinn Fein flokkinum lagt frá sær, og sostatt fall stjórnin. Friðurin í NorðurÍrlandi er skroypiligur, tí talan er um valdsbýti millum tveir politiskar vongir, sum eru grundleggjandi ósamdir um loysing og samband. Gevast unionistar og nationalistar at samstarva, kann tað birta lív í aftur djúpu ósemjuna. Politiska óvissan kemur illa við, tí óvissan er um framtíðina hjá Norðurírlandi nú Bretland hevur gjørt av at fara úr ES. Í Norðurírlandi var meiriluti, á fólkaatkvøðuni í fjør, fyri at verða verandi í ES. Nú stúra nógv fyri, at Bretland uttanfyri ES fer at skapa uppaftur størri frástøðu millum Bretland og Írland. Tað fer at elva til trupulleikar, um ikki veruligt mark verður gjørt millum Írland og NorðurÍrland. Frælsið at ferðast millum hesi bæði øki er ein av hornasteinunum í friðaravtaluni fyri NorðurÍrland. Semjast unionistar og nationalistar ikki og skipa stjórn innan tríggjar vikur, eru tveir møguleikar val ella eisini tekur bretska tjóðartingið í London valdið í NorðurÍrlandi. Seinast tað hendi var millum 2002 og 2007. Magni Arge, fólkatingsmaður, hevur spurt Søren Pape Poulsen, løgmálaráðharra, um arbeiðið at dagføra føroysku rættargangslógina er byrjað. Danska Løgmálaráðið hevur lovað at seta arbeiðsbólk at orða dagføringarnar. Nú vil Magni Arge hava at vita, um hetta arbeiðið er byrjað, og nær føroyska rættargangslógin verður dagførd. Magni Arge sigur í spurninginum til løgmálaráðharran, at hann hevur fingið at vita, at brúk er fyri 200 dagføringum í føroysku lógini, so hon verður sum tann danska. Tá Fólkatingið týsdagin viðgjørdi eina broyting í føroysku rættargangslógini, minti Magni Arge løgmálaráðharran á, at Løgmálaráðið hevur átikið sær at fáa lógina dagførda. Óluvá í Gong heldur fram, sum forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Tað skrivar Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar á heimasíðuni. Óluva í Gong fekk 308 atkvøður, sum er 59,34 av atkvøðunum. Nummar tvey gjørdist Jóngerð M. Nielsen, sum fekk fekk 139 atkvøður, sum er 26,78 av atkvøðunum. Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar hevur aðalfund 18. mars. Felagið hevur til samans útivið 1.000 limir, limirnir vóru 978 í tali tann 1. januar 2016. Andras Marr Poulsen er settur sum samskipari fyri tilbúgvingina. Hann kemur úr starvinum sum varapolitiinspektørur í Føroyum. Talan er um nýtt starv í Fiskimálaráðnum. Sambært starvslýsingini skal samskiparin, vegna landsstýrismannin í tilbúgvingarmálum, tryggja samvirkandi tilbúgving fyri alt landið og veita myndugleikum, kommunum og fyritøkum ráðgeving. 25 fólk søktu starvið sum tilbúgvingarsamskipari. Viðkomandi skal eisini standa fyri lógar og kunngerðasmíði og orða nýggjar reglugerðir og leiðbeiningar. Millum høvuðsuppgávurnar hjá samskiparanum er eisini at tryggja, at lýsing av allari tilbúgvingini altíð er tøk, ment og dagførd, og eisini skal samskiparin gera greiningar av ábyrdarbýtinum millum ymsu partarnar. Flogfelagið hevði fingið eina bumbuhóttan móti flogfarinum. Ferðafólk vórðu í skundi flutt úr flogfarinum, og fólk vórðu flutt burtur úr einum parti av floghavini. Kanningarnar hjá løgregluni í flogfarinum eru ikki lidnar enn. Svenska sjónvarpið, svt.se, skrivar, at flogfarið eftir ætlan fer avstað í morgun. Sven Erik Ohlsson, talsmaður fyri løgregluna í Svøríki, sigur við Aftonbladet, at bumbuhóttanin hóskvøldið kom ikki beinleiðis til løgregluna. Mong menniskju í nýmótans samfelagnum hava ta fatan, at ein føðing eigur ikki at vera long og trupul. Hjálpitól og hentleikar áttu at bøtt um hetta, halda tey. Í sendingini Á lívsins gátt fylgja vit ljósmóðurini Eyðfríð L. Jacobsen, sum starvast á Landssjúkrahúsinum. Hennara uppgáva er at kanna og vera um kvinnur, sum skulu føða. Og so má hon mangan greiða teimum óttafullu frá, at ein føðing kann ikki stýrast allan vegin við hjálpitólum og hentleikum. Í sendingini hitta vit eisini nøkur ung pør, sum fáa børn. Lagt til rættis Ingun í Skrivarastovu. Fotografur Bjarni Rubeksen. Klipt Ragnar A. Jacobsen. Frásøgufólk Malan Johannesen. Felagið Peningastovnar sigur í hoyringarskrivi, at føroyski sethúsamarknaðurin var verdur 25,4 milliardir krónur 31. desember í fjør. Føroyska pensjónsuppsparingin var 10 til 11 milliardir. Nógv størsti parturin er plaseraðar uttanlands. Samanborið við hesi tøl eru 250 milliónir ikki nógv, sigur felagið Peningastovnar. Og Bústaðir taka undir við hesum sjónarmiði. Kristina Háfoss hevur broytt lógaruppskotið hjá sær, so allir føroyingar, og ikki bara stovnsligir íleggjarar, kunnu keypa lánsbrøv í Bústøðum. Bara stovnsligir íleggjarar kunnu læna Bústøðum pengar. Millum størstu stovnsligu íleggjarar í Føroyum í løtuni eru LÍV, Betri pensjón, Samhaldsfasti, ALS, Realurin og Tjaldur. Ein onnur broyting er, at til ber at fara aðrastaðni í Føroyum eftir fígging, um nóg nógv fígging ikki fæst frá stovnsligum íleggjarum. Hetta verður gjørt í samráði við Landsbanka Føroya. Lógaruppskotið skal gera, at fleiri leigubústaðir verða bygdir í Føroyum. Bústaðir fáa við uppskotinum loyvi at læna 250 milliónir krónur við at skriva út lánsbrøv í Føroyum, ella við at taka lán frá stovnsligum íleggjarum í Føroyum. Viðvíkjandi tí, sum felagið Peningastovnar sigur um avmarkaðu møguleikarnar at læna pengar, sigur Kristina Háfoss, at Bústaðir skulu veita trygd í fastari ogn fyri fíggingina. Fíggingin skal harafturat koma frá føroyskum íleggjarum ella lángevarum. Hesar báðar fortreytirnar skulu forða fyri, at føroyska uttanlandsskuldin veksur, og at landskassin kemur at hefta fyri fíggingini hjá Bústøðum upp til 250 milliónir krónur Felagið vísir eisini á, at uppskotið kann fáa neiligar avleiðingar á sethúsasøluna uttanfyri miðstaðarøkið. Men Fíggjarmálaráðið metir, at tørvurin á bústøðum er nógv størri enn 250 milliónir krónur, sum Bústaðir kunnu byggja fyri. Tað er ikki óhugsandi, at ALS hevði flutt nakað av hesum gjaldføri til Føroya, og í staðin fyri at fíggja donsk sethús hevði brúkt ein part av gjaldførinum til at fíggja leiguíbúðir í Føroyum, stendur millum annað í hoyringarskrivinum. Framsýningin er deild í tríggjar partar, tann mjúka kvinnan í bleytum litum, í erva eru málningarnir eksperimenterandi við rennandi máling og vatni og so er tað kvinnan í kubismuni. Altjóða kvinnudagur er í hondum og dagurin hevur givið Rutt Mikkelsen íblástur til tema og myndirnar á framsýningini. Samanlagt eru 32 akrylmálningar, sum allir eru málaðir hetta seinasta árið, sigur Rutt Mikkelsen, listakvinna Regin Hammer, formaður í Havnar Badmintonfelag, bjóðar øllum við familju, sum hava hug at royna seg í para badminton, í Badmintonhøllina klokkan 15 leygardagin 4. mars. Hetta hendir eftir tíðindafund, har Jeff Sessions, sum í tríggjar vikur náddi at vera løgmálaráðharri í USA, greiddi frá samrøðum sínum við russiska sendiharran í USA undir forsetavalstríðnum. Hann segði á tíðindafundinum, at hann vil ikki verða partur í nærri kanningum um russiska ávirkan undir valstríðnum. Donald Trump sigur, at Jeff Session hevur borið seg rætt at. Jeff Sessions er erligur maður. Hann segði einki skeivt. Hann kundi verið greiðari í svari sínum, men hann gjørdi tað ikki við ráddum huga, segði Trump. Granskarar frá fleiri lærdum háskúlum og felagsskapir greinaðu Ebola tilburðir í og kring høvuðsstaðin í Sierra Leone, Freetown. Granskarar staðfestu, at trý prosent av teimum, sum vóru smittað av Ebola, stóðu fyri meira enn 60 prosentum av smittuspjaðingini. Granskarar sóu eisini, at smittspjaðingin nærum steðgaði, tá ein persónur varð innlagdur, so stórur partur av smittuspjaðarum vóru persónar, sum í byrjanini ikki vórðu kannaðir. Fyrst vóru tað tilburðir, sum vit ikki sóu, og sum halda umfarsóttini í gongd. Serliga fólk, sum doyðu heima uttan at hava fingið viðgerð, sigur Benjamin Dalziel, fólkalívslívfrøðingur við lærda háskúlan í Oregon og ein av granskarunum í kanningini. Ebola umfarssóttin í Vesturafrika í 2014 til 2016 kravdi 11.300 mannalív, og er ringasta Ebola umfarssótt í søguni. Stórur partur av sjúklingunum vórðu smittað, tá tey tóku sær av sjúkum persóni ella jarðaðu ein persón, sum var deyður av sjúkuni. Granskarar staðfesta, at sloppist hevði undan tveimum triðingum av Ebola tilburðurunum, um hesir superspjaðararnir vórðu funnir fyrr. Sonevndu superspjaðararnir vóru flest allir yngri enn 15 ár ella eldri enn 45 ár, men granskararnir vita lítið annað um teir. Leikluturin hjá superspjaðarum varð eisini staðfestur í øðrum umfarssóttum, eitt nú SARS í 2003 og MERS í 2002. Í báðum førum var talan um sjúku í andingargøgnunum. Tað sigur Heri Ellingsgaard, stjóri á Klaksvíkar sjúkrahúsi, um uppskotið til broytingar í sjúkrahúsverkinum, sum landsstýriskvinnan í heilusmálum, Sirið Stenberg, legði fyri Løgtingið í gjár. Lógaruppskotið kemur tí ikki fyri tingið enn, men tað verður fyri ólavsøku, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður, ið setti árligu aliráðsetevnuna á Hotel Føroyum fyrrapartin. Skipið eitur Oker A53, og er eitt av trimum skipum, sum týski herurin eigur av hesum slagnum. Skipið er bygt í 1988 og tað er gjørt til at fregnast um russisk skip. Skipið er ikki á hesum leiðum í hernaðarligum ørindum, men man hyggur sjálvsagt eftir, hvat er á leiðini, nú man er her, sigur Per Højgaard Jensen. Hann veit ikki um, at skipið hevur verið í Føroyum fyrr. Oker liggur til mánadagin 6. mars, sambært Faroe Agency, ið er umboð hjá skipinum í Føroyum. Faroe Agency hevur ongar upplýsingar fingið um, hvat skipið ger í Føroyum. Leygardagin 4. mars kl. 17 verður várkonsert við Aldubáruni á Listasavni Føroya. Aldubáran framførir eina fjølbroytta skrá við tónleiki fyri strúkarar. Spæld verða verk eftir føroyskum og útlendskum tónaskøldum. Kristian Blak verður 70 31. mars, og sama dag verður amerikanskt kinesiska tónaskaldið Hueh Yung Shen 65 ár. Hesin Yung hevur havt samstarv við Aldubáruna í fleiri umførum. Tónleikararnir eru Øssur Bæk, violin Sámal Petersen, violin Jón Festirstein, violin og bratsj Angelika Nielsen, bratsj Andreas Tykjær Restorff, cello. Ódnirnar Urd og Barbara gjørdust dýrar hjá Trygd. Meira enn 1.000 fráboðanir um skaðar kostaðu tryggingarfelagnum, Trygd, góðar 30 milliónir krónur. Annars var gongdin fram til desember serstakliga góð við øktum virksemi og hækkandi inntøkum, men so komu ódnirnar Urd og Barbara. Úslitið í 2016 gjørdist 300.000 krónur, sum er verri enn væntað. Men tryggingar tøkniliga úrslitið gjørdist 700.000 krónur í halli. Í 2015 var tað 7,9 milliónir krónur í avlopi. Báturin, sum skal leigast, skal kunna taka 110 ferðafólk og sigla 28 míl. Báturin skal vera 15 metrar langur og vera væl egnaður til útoyggjasigling. Nógv onnur krøv til bátin eru í lýsingini hjá Strandfaraskip landsins. Men stovnurin roynir tó framvegis at sleppa í fíggjarlógina við einum nýbygningi, sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandfaraskipum landsins. Vit nema við fótbóltin í hesi sendingini eitt nú at síðani sambandsmaðurin Kaj Leo Holm Johannesen er blivin formaður í Havnar Bóltfelag verður mergurin í havnafelagnum tríggir danskarar. Mergurin í eini nýskipan av fiskivinnuni sær út til at verða samgongan so smøl sum hon er. Løgtingið býtt í 16 og 16 og so Sonja Jógvandóttir. Og tá eg sigi svakur so merkir tað svakur, men tá ein hvalbingur ella sandsvíksingur siga tað, ja tá er tað næstan vinarliga meint. Og júst at tveir ákærdir vóru suðringar bjargaði teimum undan fongsulsrevsing vit onnur høvdu endað í fongsli. So kemur tú at siga okkurt, sum onnur halda er í grovara lagi, er at skunda sær at bjarga tí For fanon je er surðingur. Bæði starvsfólk og viðskiftafólk á Klaksvíkar sjúkrahúsi vóna og vænta, at uppgávurnar hjá Klaksvíkar sjúkrahúsi ikki verða niðurlagaðar. Tingfólkini hjá Fólkaflokkinum í Norðoyggum finnast hvassliga at ætlanini hjá landsstýriskvinnuni um at seta ein ovasta stjóra fyri føroyska sjúkrahúsverkið. Ert tú goymslumaður og fært ilt í ryggin, so er betri fyri allar partar, um tú fyribils kanst flyta inn á skrivstovuna at arbeiða, heldur enn at vera sjúkrameldaður Tann 5. mars verður tað 10 ár síðan, at ungdómshúsið á Jagtvej 69 í Danmark varð rivið niður. Tað, at tey lukkaðu hetta ungdómshúsið, elvdi til eitt stríð millum mynduleikarnar og ungdómin. Summi fólk eru enn ill um hetta, og í kvøld ætla vit eisini at práta við eina, sum plagdi at ganga har. Tað er so ikki tað einasta, vit gera í hesari sendingini. Vit nýta høvið at hyggja eitt eftir, hvussu nøkur av teimum ungdómshúsunum, vit hava her í Føroyum, eru. Umhvørvið skal eisini raðfestast í nýggju alilógini, og tað skal gerast í fremstu lógargreinini, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður. Eisini skal alivinnan fyrireika seg til at lata meira upp, so almenningurin fær innlit í bæði lúsatøl og kemiskar viðgerðir, sum verða brúktar at basa lús til dømis. Poul Michelsen sigur, at uppskotið um nýggja alilóg verður lagt fyri samgonguna í næstu viku. Talan er um eitt skip, sum fyrst og fremst skal brúkast til at reinsa lús av laksinum við flógvum sjógvi. Skipið er keypt úr Norra, og fór í vikuni til verka. Mánadagin boðaði Bakkafrost frá, at felagið hevur undirskrivað sáttmála um eitt skip afturat. Tað skal eita Róland, sum var annar bróðir Hans á Bakka. Tá eru teir tríggir brøðurnir, sum stovnaðu Bakkafrost í 1968 Hans, Martin og Rólant kallaðir upp við hesum trimum tænastuskipunum hjá Bakkafrosti. Róland skal eisini brúkast til at at reina laksin fyri lús við flógvum sjógvi. Tað skipið verður skrásett í Føroyum hálvan mars, og verður væntandi klárt at fara í vinnu í juni. Nú verða betri møguleikar at selja grønlendsk ísbjarnaskinn á heimsmarknaðinum. Ein nýggj uppteljing vísir, at ísbjarnarstovnurin í útnyrðingspartinum av Grønlandi er betur fyri enn hildið, og tað kann fáa týdning fyri søluna, sigur Kaare Winther Hansen, verkætlanarsamskipari í heimsnáttúrugrunninum, WWF, við grønlendska kringvarpið, KNR Kanska eru ikki fleiri ísbjarnir nú, men uppteljingin er neyvari enn tann, sum varð gjørd fyri nøkrum árum síðani. Á tann hátt ber til at fáa góðkent, at grønlendska ísbjarnaveiðan er burðardygg, og tá eru eisini møguleikar fyri at selja skinn, sigur hann. Størri útflutningur av ísbjarnaskinnum hevur týdning fyri grønlendsku veiðimenninar, sigur Kaare Winther Hansen. Farið er undir at telja ísbjarnir í Eysturgrønlandi, og væntandi verður úrslitið greitt í 2020. Tá fer at bera til at áseta eina burðurdygga kvotu fyri, hvussu nógvar ísbjarnir kunnu veiðast, sigur Kaare Winther Hansen. Búskaparráðið, sum legði fram nýggja frágreiðing fyrradagin, skrivar millum annað um trongar í búskapinum, sum er ov heitur. Men ein grundleggjandi ósemja er millum leiðandi búskaparfrøðingarnar í Føroyum. Føroya Tele og kinesiski telerisin, Huawei, hava skrivað undir eina nýggja samstarvsavtalu, sum ber í sær, at Føroyar altíð er í fremstu røð, tá tann nýggjasta og mest framkomna fjarskiftistøknin kemur á marknaðin. Tað upplýsir Føroya Tele. Í 2015 gjørdu Føroya Tele og Huawei samstarvsavtalu um at skifta og útbyggja alt farnetið hjá Føroya Tele, og nú er 4G LTE netið millum tey fremstu í heiminum. Í hesum árinum verður meira ferð sett á netið. 4G verður til 4,5 G, og samstundis verða lunnar lagdir undir eitt framtíðar 5 G net, sigur Føroya Tele. Jan Ziskasen, samtaksstjóri í Føroya Tele, sigur, at samstarvið við Huawei hevur verið serstakliga gott, og nú verður farið eitt stig víðari. Lang Yang, stjóri í Huawei fyri Danmark, Føroyar og Grønland, sigur, at tað er ein framíhjárættur at sleppa at fylgja Føroya Tele inn í framtíðina og at menna Føroyar sum eitt tøkniliga framkomið samfelag. Borgarstjórin í franska býnum Calais hevur givið boð um, at tað er ikki longur loyvt at býta mat út til heimleys og tilflytarar í býnum. Forboðið kom í gildi í gjár, fimm mánaðir eftir at ein stór flóttafólkalegu varð tikin niður í Calais. Endamálið er forða fyri, at ein nýggja flóttafólkalega verður reist, sigur borgarstjórin í norðurfranska býnum. Nógv flóttafólk og tilflytarar eru seinastu árini komin til Calais. Tey ætlaðu sær víðari til Bretlands og krógvaðu seg í lastbilum, sum fara um Ermasund. Síðani stóra flóttafólkalegan varð tikin niður í fjør, eru fleiri túsund flóttafólk flutt til móttøkustøðir ymsa staðni í Fraklandi. Enn eru flóttafólk í Calais, og hjálparfelagsskapurin Utopia 56 býtir hvønn dag 500 máltíðir út. Felagsskapurin fer nú í rættin við málinum. Vit kunnu ikki lata fólk, teirra millum børn, doyggja í hungri, sigur eitt umboð fyri Utopia 56 fyri fronsku tíðindastovuni, AFP. 15 fólk sum eru dømd til deyðis eru avrættað í Jordan. Tíggju av teimum avrættaðu vórðu funnin sekund og dømd fyri yvirgang, meðan hini fimm vóru dømd fyri neyðtøku. Tey vórðu øll hongd í Swaqa fongslinum, sum liggur sunnanfyri høvuðsstaðin Amman. Í 2005 segði Abdullah annar, kongur av Jordan, at landið hevði sett sær fyri at gerast fyrsta land í Miðeystri, sum setti deyðarevsing úr gildi. Dómstólarnir hildu tó fram við at døma fólk til deyðis men deyðarevsingarnar vórðu tó ikki framdar í verki. Fleiri vildu vera við, at tann støðan elvdi til øktan kriminalitet í landinum, og í 2011 vórðu 11 mans hongdir í Jordan, fyri fyrstuferð í níggju ár. Nú eru so 15 hongd afturat. Soleiðis sigur Rigmor Rasmussen, um brævið um fimm systkin, sum eru ósamd í, hvar pápin skal jarðast. Panelið hesaferð eru Bergur Debes Joensen, Miriam Nolsøe Johannesen og Rigmor Rasmussen. Hetta kemur fram í eini líkkanning av manninum, sum italienska tíðindaskrivstovan ANSA hevur kunngjørt. Kanningin vísir, at funnin eru spor av bæði kokaini og hasji í blóðinum hjá tunesiska manninum, sum koyrdi lastbilin. Tað var tunesarin, Anis Amri, sum 19. desember í fjørð, koyrdi ein 40 tons tungan lastbil inn í eina mannamúgvu í einum jólamarknaðií Berlin. 12 fólk doyðu og 50 fólk vóru løstað í atsóknini. Fýra dagar seinni bleiv Amri skotin í italienska býnum Milano, tá italeienska løgreglan koma fram á mannin. Hóast ikki kann prógvast at Amri hevði tikið nakað rúsevnið tá hann framdi atsóknina í Berlin, verður hildið, at hann hevur verið ávirkaður, verður skrivað í líkskoðanini. Tað ber væl til at ala laks og tara á sama firði, sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost. Tað einasta vit biða um, eru smidligar reglugerðir, so báðir partar kunnu vera á staðnum, leggur Regin Jacobsen afturat. Landingarvirðið á uppsjóvarfiski makreli, sild og svartkjafti setti met í fjør. Og 2017 fer at vera enn betri enn metárið 2016. Tað staðfestir Búskaparráðið í nýggjastu frágreiðingini. Síðan 2009 hevur verið stórur vøkstur í samlaða landingarvirðinum. Samlaða landingarvirði er farið frá 432 milliónir krónur í 2009 til at verða 1,6 milliardir krónur í 2016. Og útlitini fyri framhaldandi vøkstri eru góð, staðfestir Búskaparráðið. Landingarvirðið av makreli fyri 2017 verður hægri enn 2016 vegna hægri heildarkvotu, samstundis sum makrelprísurin væntandi verður støðugur. Landingarvirðið av sild veksur væntandi munandi í 2017 í mun til 2016 vegna munandi størri ásetta kvotu, og væntandi støðugan prís. Ongin millumtjóða avtala var um sild fyri 2015, og eingin er heldur fyri 2016. Og eisini í svartkjaftinum peika pílarnir beint uppeftir. Landingarvirðið av svartkjafti er vaksið síðan 2011 vegna hækkaða heildarkvotu, og stórur vøkstur verður væntaður í 2017 í mun til 2016. Tí fara føroysk skip í ár at avreiða uppsjóvarfisk fyri meira enn metárið í fjør, tá landað var fyri tilsamans 1,6 milliardir krónur, metir Búskaparráðið. Á valinum hósdagin til tjóðartingið varveitti Bretlandvinarliga sinnaði flokkurin, Demokratic Unionist Party, við 28 sessum støðuna sum størsti flokkur í NorðurÍrlandi, meðan tjóðskaparsinnaði flokkurin, Sinn Fein, fekk 27 sessir. Flokkarnir báðir skulu innan tríggja vikur semjast um eina savningarstjórn. Um ikki, verða heimildirnar hjá landspartastjórnini latnar stjórnini í London. Fleiri serfrøðingar ivast í, um Demokratic Unionist Party og Sinn Fein kunnu semjast um samstarv. Bara góðar 1.000 av 800 túsund atkvøðum vóru á muni millum báðar flokkarnar, men Sinn Fein, sum far stuðul frá katolikkum, kann fegnast. Undan valinum hevði flokkurin 10 færri sessir enn Domokratic Unionist Party, sum í størstan mun hevur protestantiskar veljarar. Sinn Fein hevði fýra prosentstig framgongd samanborið við valið í 2016. Demokratic Unionist Party hevði eitt prosentstig afturgongd. Skuldsetingar um mutur og at Bretland fer úr ES hevur elvt til politiska naggatódn. Í NorðurÍrlandi er meiriluti fyri at verða verðandi í ES, men í ØLLUM Bretlandi atkvøddu 52 prosent fyri Brexit, skrivar dr.dk. Samgongan stendur einsamøll við sínum fiskivinnupolitikki, nú uppskot um fiskivinnunýskipan verður lagt fram á tíðindafundi í Tinganesi mánadagin klokkan 14. Hóast samband hevur verið millum samgonguflokkarnar og Sambandsflokkin síðani týsdagin, tá samráðingarnar annars hildu uppat, so er framvegis langt millum partarnar. Við útvarpið í vikuni segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, seg framvegis vænta, at fleiri enn 17 atkvøður vera fyri fiskivinnunýskipanini, tá avtornar. Landsstýrið hevur síðani týsdagin fyrireikað sítt egna uppskot um fiskivinnunýskipanina, sum verður sent til hoyringar eftir tíðindafundin mánadagin. Í løtuni bendir alt á, at í løgtingið sleppur at viðgera í minsta lagi trý uppskot um fiskivinnunýskipan, eitt frá landsstýrinum, eitt frá Sambandsflokkinum og eitt frá Fólkaflokkinum. Í november í fjør legði Sambandsflokkurin fram sítt boð uppá, hvussu ein fiskivinnunýskipan kann síggja út. Síðani hevur flokkurin verið í samráðingum við samgonguna, men tær samráðingarnar endaðu í vikuni. Sambandsflokkurin boðaði tá frá, at flokkurin fer at leggja sítt uppskot um eina fiskivinnunýskipan fram, tá sjálvt lógaruppskotið er liðugt orðað. Tað arbeiðið er enn ikki liðugt. Triðja uppskotið um eina fiskivinnnunýskipan er frá Fólkaflokkinum. Sambært Jørgeni Niclasen byggir tað á søgulig rættindi og rættar skeivleikar í verandi skipan. Fólkaflokkurin hevur eisini latið løgtingsskrivstovuni eitt lógaruppskot, sum einans snýr seg um at leingja verandi lóg um vinnuligan fiskiskap fýra ella trý ár. Tað skal brúkast, um ikki ber til at semjast um eina nýggja skipan fyri nýggjár. Amerikanski forsetin, Donald Trump, skuldsetur í dag undangongumannin hjá sær, Barack Obama, fyri at hava avlurtað høvuðsstøðina hjá Trump undir forsetavalinum í fjør heyst. Tað skrivar Trump sjálvur á Twitter. Trump skrivar, sambært Berlingske Ræðuligt Havi júst funnið út av, at Obama avlurtaði meg í Trump Tower stutt undan sigrinum. Einki funnið. Hetta er McCarty isma, skrivar Trump og vísir til fyrrverandi senatorin, Joseph McCarthy, sum framdi fólkajagstran móti kommunistum í 1950 unum. Í fleiri boðum á Twitter skýrir Trump hetta at verða nýtt lágt støði hjá fyrrverandi umsitingini. Eg skal vedda uppá, at ein sakførari hevði kunnað ført eitt mál út frá sannroyndini, at Obama forseti avlurtaði telefonina hjá mær í oktober, beint undan valinum, skrivar Donald Trump í boðum í dag. Í einum øðrum boðum samanber Trump hetta við avlurtingina hjá Nixon í Watergate gøluni í 70 árunum. Hvussu lágt er Obama forseti nú sokkin, tá hann avlurtar telefonirnar hjá mær undir heilagu valtilgongidni Hetta er Nixon og Watergate. Sjúkur maður Innbrot hevur í nátt verið í sølubúðini hjá bryggjarínum, Okkara, sum er í bygninginum á Hálsi í Havn, har eisini Bowlinghøllin í Havn heldur til. Løgreglan veit í løtuni ikki neyvt, hvussu nógv varð stolið í nátt, tá innbrotstjóvar vóru inni á gólvinum. Tað er helst avmarkað, hvussu nógv tjóvarnir hava fingið við sær. Løgreglan fer nú at tosa við eigararnar. Síðani fer løgreglan at tosa við nøkur vitni í málinum fyri at royna at fáa greiði á innbrotinum, upplýsir vakthavandi á politistøðini í Havn. Hetta er ikki fyrstu ferð, at brotið verður inn eftir øli hjá Okkara. Í sølubúðini á Hálsi eru hvørki stál gittari fyri dyrnar og heldur ikki vakmyndatól, ið kunnu hjálpa til at uppklára inbrotið. Ein maður varð dripin og ein annar illa løstaður tá skotbardagi var í Malm í Suðursvøríki leygarkvøldið, skrivar svenska blaðið, Kv llsposten, á netinum, sambært Ritzau. Tann eini maðurin varð funnin í einari gøtu, og hin maðurin varð funnin í einari íbúð tætt við, har fyrri maðurin varð funnin. Løgreglan hevur ikki handtikið nakran í málinum enn. Fleiri skot hoyrdust. Eg havi tosað við eitt vitni, ið sigur talan var um seks sjey skot. Eg síggi seks átta politibilar, ið hava avbyrgt eitt størt øki, sigur eitt tíðindafólk hjá blaðnum. Beint fyri midnátt upplýsti ein talskvinna á einum sjúkrahúsi, at annar maðurin, sum varð skotin leygarkvøldið, var deyður av løstunum, hann fekk, skrivar blaðið Kv llsposten. Hetta er langt frá eitt eindømi, at skotbardagar eru í suðursvenska býnum. Bara síðani januar í fjør eru til samans 16 fólk deyð eftir skotbardagar í Malm , vísa hagtølini hjá løgregluni. Nótaskipið, Finnur Fríði, bjargaði í gjárkvøldið tveimum monnum. Tað var um áttatíðina í gjárkvøldið, at íslendska sjóverjan fekk neyðarkall frá einum báti, sum var staddur uttarlaga í Skagafirði. Báturin er farin at leka og at teir báðir menninir, sum vóru umborð á bátinum, vórðu noyddir at leypa í havi, tí báturin stóð ikki til at bjarga. Íslendska sjóverjan heitti á skip har á leiðini um at koma til hjálpar. Ein tyrla varð eisini send út á leiðina og bjargingarskip frá Skatastrond og Siglufirði settu kós móti bátinum. Eisini var eitt Herkulesflogfar hjá amerikanska herinum sent út at leita eftir monnunum. Stutt fyri klokkan hálvgum níggju kom signal frá neyðsendarar á bátinum umvegis fylgisvein og stutt eftir sást neyðbluss frá sjómonnunum báðum. Klokkan 21 18 kom føroyska nótaskipið, Finnur Fríði, fram til menninar og tók teir umborð. Og tyrlan kom síðani og tók teir upp og fleyg teir inn til lands. Kina heldur fram at minka um dálkingina, sum javnt og samt plágar fólk í stórbýunum. Kinesarar ætla í ár at skerja stálframleiðsluna við 50 milliónum tonsum og kolframleiðsluna við 150 milliónum tonsum. Minkingin er liður av einari endamálsorðing í eini frágreiðing fyri umleið 3.000 embætisfólk, ið hittast í dag, og sum eisini í hálvaaðra viku taka lut, tá parlamentið í Beijing kemur saman. Himmalin skal verða bláur aftur, sigur forsætisráðharrin, Li Keqiang, ið fer at seta ráðstevnuna í dag. Hann endurtekur eisini eina ávaring um, at eftirlitið er hert og at revsingin eisini verður herd. Ein røð av orkuverkum, ið brúka kol, verða afturlatin. Harumframt verða nýggj orkuverk ikki gjørd fyribils. Lyftini hava samband við áralanga stríðið at minka um dálkingina orsakað av koli í Kina. Embætisfólk, sum ikki røkja síni størv, og framvegis loyva dálking at fara fram, verða drigin til svars, sigur Li Keqiang, forsætisráðharri, sambært tíðindastovuni hjá Ritzau. Í tíðindaskrivi skrivar felagið, at farna árið hevur verið arbeitt miðvíst við at kanna, um felagið skuldi fara í samstarv ella leggja saman við annað felag. Nýggja nevndin í Føroyskum Miðlafólkum er breitt samansett við fólkum úr øllum miðlaheiminum, tað veri seg úr almenna Kringvarpinum, privatu miðlunum og fríyrkisfólkum. Hesi manna nú nevndina í felagnum Jón Brian Hvidtfeldt, formaður Øssur Winthereig, næstformaður Sólvit Nolsø, skrivari Uni Arge, nevndarlimur Beate L. Samuelsen, nevndarlimur Jógvan Hugo Gardar, tiltakslimur Jens Kristian Vang, tiltakslimur Sólvit Nolsø og Jens Kristian Vang eru nýggir í nevndini Á aðalfundinum var full semja um, at felagið heldur fram sum sjálvstøðugt felag. Føroysk Miðlafólk fer at seta ferð á fakliga virksemið, bøta munandi um tryggingarviðurskiftini hjá limunum og gera felagið meira sjónligt. Føroysk Miðlafólk vil vera snúningsdepilin fyri øll miðlafólk í Føroyum og hevur seinastu dagarnar longu fingið fleiri nýggjar limir, skrivar felagið, sum er fíggjarliga sterkt felag. FAKTA UM FELAGIÐ Føroysk Miðlafólk er í dag limur í norðurlendska, evropeiska og altjóða fakfelagssamstarvinum fyri journalistfeløg, og ætlanin er at uppraðfesta hesar limaskapir. Føroysk Miðlafólk er einasta felag, sum kann skriva út pressukort í Føroyum. Kanningin er ein støðulýsing av miðlalandslagnum í 2017 og verður grundarlag undir arbeiðnum hjá felagnum at menna journalistiska yrkið og savna føroyska miðlaheimin. Tað eydnaðist ikki Kristinu Bærendsen og Pálli Rósenkranz at koma finaluna í íslendsku Grand Prix kappingini í gjárkvøldið, leygarkvøldið, tá kappingin varð hildin í Íslandi. Trý løg komu víðari í kappingini, umframt at ein Svarti Petur, sum íslendingar nevna tað, at eitt lag aftrat, sum hyggjarar atkvøða um, slapp víðari til finaluna næsta leygardag. Finalan í slendska grand prixinum verður leygarkvøldið. Kringvarpið sendir eisini beinleiðis haðani, men tað verður aftaná føroyska tónleikatiltakið, Faroe Music Award 2017, FMA, hevur verið. Hóast lógin er skrúvað soleiðis saman, at foreldrini kunna býta ein stóran part av barsilstíðini ímillum sín, so er veruleikin, at mammurnar fara við 93 prosentum av farloyvinum. Og soleiðis eigur tað ikki at vera, sigur formaðurin í javnstøðunevndini. Øll okkara grannalond eru fremri enn vit, hvat hesum viðvíkir, og fremst er Ísland, har hvør fær 13 vikur og síðani eru 13 vikur umframt, sum kunnu býtast eftir ynski. Barnið og pápin fáa tættari samband, og pápin kann ikki setast til viks um foreldrini fara hvør til sítt. Og mammurnar verða ikki settar til viks á arbeiðsmarknaðinum. Tí nú eru tær ikki ótryggari arbeiðsmegi enn menninir. Og allar mest týdningarmikið Barnið fær lógartryggjaðan rætt til bæði síni foreldur frá byrjan. Í fjør, 2016, vórðu 20.000 litrar fleiri framleiddir og innfluttir samanborið við árið fyri. Tað svarar til 5,4 prosent vøkstur av reinum alkoholi. Upp á sikt er innflutningurin í Grønlandi av rúsdrekka minkaður ein triðjing samanborið við innflutningin fyri 25 árum síðani, í 1992. Talið í fjør svarar til, at hvør persónur, eldri enn 14 ár, drakk 8,7 litrar av reinum alkoholi. Tað er slakur hálvur litur meira enn í 2015, og svarar til 11,2 snapsar ella líknandi um vikuna. Hesir gott 11 drammarnir eru settir saman av átta ølum, 2,3 gløs av víni, og einum sjussi, vísa tølini hjá Grønlendsku hagstovuni. Til samans vóru 383.000 litrar av reinum alkoholi innfluttir og framleiddir. Í Føroyum vísa hagtøl hjá Rúsdrekka sølu landsins, at í 2015 drakk hvør føroyingur eldri enn 14 ár 6,4 litrar av reinum alkoholi, tað er ein desilitur meira enn fyrraárið. Seinastu 20 árini hava føroyingar eldri enn 14 ár drukkið í miðal 6,38 litrar av reinum alkoholi um árið. Nú ber til at søkja um stuðul til yrkisleiklist í 2017, eitt hálvt ár fyrr enn upprunaliga ætlað. Í ár verður peningur eisini latin í einum eykaumfari, skrivar Mentamálaráðið á heimasíðuni. Vanliga verður lýst í oktober og freistin at søkja um stuðul til yrkisleiklist er vanliga hálvan desember. Nú kunnu leiklistafólk søkja um stuðul, nú peningur verður latin í einum eykaumfari. 505.000 krónur verða latnar, nú áhugað kunnu søkja um pening í einum eykaumfari. Tað er Leiklistaráðið, ið ger tilmæli til landsstýrismannin í mentamálum um stuðulsveitingar til yrkisleiklist. Í kvøld hoyra vit millum annað Wild Rover við Hjalta Skaalum, og Vals I Solnedgang við Arnt Haugen. Lagt til rættis Hanna og Terji Jakobsen. Í sendingini er samrøða við rumenskan lastbilførarar, sum fær 309 evruru um mánaðin í grundløn, sum svarar til 2.300 krónur. Lastbilførarar siga, at teir sova í bilinum um næturnar og hita matin hjá sær á berbarum komfýrum inni í bingjum hjá Samskip, meðan teir bíða eftir ordrum. Esin Aktema, sum var við í sendingini, og sum umboðar fakfelagið, FNV, sigur, at viðferðin, sum lastbilførarnir fáa, eru sosial og fíggjarlig brotsverk. Samskip segði í fráboðan í gjár, at tað, sum er komið fram í sendingini, verður tikið í størsta álvara, og at ætlanin er at kanna málið til botns, skrivar íslendska kringvparið, RÚV. Stjórin í Samskipum, Palmar Óli Matthiasson, tvíheldur um, at Samskip leggur dent á góðar arbeiðsumstøðum, og er ovfarin av fjølmiðlasøguni. Hollendski umhvørvis og flutningsstovnurin, ILENT, gav í fjør Samskipi bót fyri at brot á flutning av góðsi. Tað málið snúði seg um, hvussu leingi lastbilførarar kunnu koyra út í eitt, og reglurnar um hvílitíð vóru ikki hildnar, og nakrir lastbilførarar arbeiddu uttan sáttmála, skrivar Rúv. Beinta, sum svimur fyri Havnar Svimjifelag, er fyrsta føroyska kvinna, ið hevur svomið teinin undir 2 minuttir og 44 sekund á langgeil. Eingin fólkaskaði hendi. Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at eingin leki er har frammi á bunguni. Enn er ikki, um Teistin siglir aftur í kvøld. Myndina tók Róða B dvarsdóttir, tá Teistin stóð við gronini inn í kajina. Teistin liggur nú við ferjuleguna, og froskmenn eru farnir niður at kanna skaðan. Jósup siglur úr Skopun klokkan umleið 23 30 og av Gomlurætt klokkan 23 55. Leið 101 koyrir av farstøðini til Gomlurætt klokkan 23 30. Bygdaleiðir í Sandoynni koyra úr Skopun klokkan 00 20, skrivar Strandfaraskip Landsins á heimasíðu síni. Heldur tú, at lítil og eingin kavi hevur verið hendan veturin, so fert tú ikki heilt av leið. Í øllum førum ikki um hugt verður at veðurhagtølunum hjá DMI. Tí hetta er lýggjasti vetur í Føroyum nakrantíð, síðani Danmarks Meteorologiske Institut fóru undir at gera mátingar í Føroyum fyri meiri enn 100 árum síðani. Miðalhitin í Føroyum hevur hesar síðstu vetrarmánaðirnar verið 6,1 stig . Tað er eisini væl heitari enn í Danmark, har miðalhitin í vetur hevur verið 2,8 stig. Danska veðurstovan hevur gjørt veðurmátingar í Føroyum síðani 1873, men miðalhitin fyri einstøku mánaðirnar og fyri árstíðirnar eru bara roknað aftur til veturin 1890 91. Í vetur vóru tað desember og februar mánaðirni, ið settu met, sigur John Cappelen, veðurfrøðingur á Donsku veðurstovuni, DMI, í samrøðu við útvarpið . Lýggj luft, sum er streymað inn yvir Føroyar av vestri og útsynningi, ger, at vit hava havt so lýggjan vetur. Vanliga merkir lýggj luft at vit fáa avfall. Men soleiðis var ikki í vetur. Norðurkorea hevur í nátt sent fýra rakettir út yvir Japanska havið í sambandi við hernaðarvenjingar. Rakettirnar eru farnar einar 1.000 kilometrar út yvir havið, siga myndugleikarnir í Norðurkorea við Reuters tíðindastovuna. Rakettirnar eru helst eitt aftursvar til USA og Suðurkorea, sum í farnu viku byrjaðu sínar árligu hernaðarvenjingar. Stýrið í Norðurkorea roknar hesar venjingarnar sum fyrireiking til kríggj og hevur hótt við hørðum mótátøkum afturfyri. Greinin heldur fram niðanfyri. Japan skýrir hetta at vera eina provokatión móti altjóða trygdini, serliga tí ein av rakettunum endaði innan fyri 200 fjórðingar úr japansku strondini. USA fordømir hendingina. Hetta er brot á yvirlýsingina hjá ST trygdarráðnum, sum forbjóðar Norðurkorea at brúka hesi sløgini av hernaðartøkni, sigur ein talsmaður fyri amerikanska uttanríkisráðið sambært AFP tíðindastovuni. Minnilutin í býráðnum í Tórshavnar kommunu fer at kæra meirilutan til Innlendismálaráðið, tí meirilutin hóskvøldið samtykti at selja grundstykkini á Hamrabøi í Kollafirði fyri 250.000 krónur. Tað er undirprísur, sigur minnilutin, tí grundstykki aðra staðni í kommununi, til dømis í Havn, kosta tað dupulta. Hetta er at gera mun á fólki í kommununi, sigur minnilutin. Uppskotið hjá minnilutanum um selja stykkini í Kollafirði fyri kostprís fall. Sambært Anniku Olsen, borgarstjóra, høvdu grundstykkini á Hamrabøi kostað 600.000 krónur, vórðu tey seld fyri kostprís. Og so sleppur kommunan ikki av við tey, sigur hon. Annika Olsen sigur, at býráðið hevur tosað við Kommunala eftirlitið í Innlendismálaráðum um málið. Sambært tí er í lagi at selja grundstykkini fyri minni enn tey kosta kommununi at útvega og gera byggibúgvin. Tá meirilutin hevði samtykt sítt egna uppskot hóskvøldið, boðaði minnilutin, Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin, frá, at hann fer at kæra samtyktina, tí hon sambært minnilutanum er ólóglig. Tórshavnar kommuna er so nøgd við samstarvið við smápartafelagið ZRJ, sum ger fyrsta byggistigið í kirkjugarðinum í Hoyvík, at felagið eisini fekk annað byggstig uttan at arbeiðið varð boðið út. Kirkjugarðurin og bilplássini við hann kosta 13,7 milliónir krónur. Fyrsta byggistigið verður liðugt síðst í mars. Næsta byggistig er liður í eini størri ætlan um at fáa gjørt kirkjugarðin lidnan. Her er talan um í fyrsta lagi at drena kirkjugarðin, og at breiða mold út í turru árstíðini, sum sigst vera frá mai til august. Tað arbeiðið má byrja skjótast gjørligt, um tað skal gerast í 2017. Í almenna geiranum eru altsamt fleiri starvsfólk, sum fáa sjúkrafarloyvið av strongd. Orsøkin kann vera at almennu arbeiðsplássini ikki hava nóg nógv starvsfólk, at halda tænastustøðið, sum teimum verður álagt. Hetta sigur Thomas Milsted, serfrøðingur í strongd, sum í hesum døgum hevur fyrilestrar um strongd. Í meira enn 15 ár hevur Thomas Milsted sett dagsskránna, sum ein av fremstu fyrilestrarhaldarum á strongdøkinum í Danmark. Hann hevur verið til at menna og finna loysnir, ið skulu skapa betri trivnað fyri starvsfólk, leiðarar og landsins borgarar sum heild. Klokkan 14 í dag fer landsstýrið at hava tíðindafund um uppskotið til fiskivinnunýskipan. Eftir tíðindafundin verður uppskotið sent til hoyringar. Uppskotið hjá landsstýrinum verður tó ikki tað einasta, sum kemur í Løgtingið. Eisini Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin fara at leggja hvør sítt uppskot um fiskivinnunýskipan fyri tingið. Í november í fjør legði Sambandsflokkurin fram sítt boð uppá, hvussu fiskivinnunýskipanin kann síggja út. Síðani hevur flokkurin verið í samráðingum við samgonguna, men tær samráðingarnar endaðu í síðstu viku. Sambandsflokkurin boðaði tá frá, at flokkurin fer at leggja sítt uppskot um fiskivinnunýskipan fram tá sjálvt lógaruppskotið er liðugt orðað. Tað arbeiðið er enn ikki liðugt. Uppskotið hjá Fólkaflokkinum byggir á søgulig rættindi og at rætta skeivleikar í verandi skipan. Fólkaflokkurin hevur eisini latið løgtingsskrivstovuni lógaruppskot, sum einans snýr seg um at leingja verandi lóg um vinnuligan fiskiskap fýra ella trý ár. Tað skal brúkast, um ikki ber til at semjast um eina nýggja skipan fyri nýggjár. Tíðindafundurin hjá landsstýrinum um fiskivinnunýskipanina verður í Tinganesi klokkan 14. Fundurin verður eisini stroymdur á heimasíðuni hjá Løgmansskrivstovuni lms.fo. Vit hoyra eitt brot frá 1996, tá internetið varð tikið í brúk á forsterkarastøðini hjá Telefonverkinum, á Tinghúsvegnum í Havn. Tórður Mikkelsen tosaði við Óla Garðshodn og Ivan Simonsen á sinni. Jan Ziskasen, samtaksstjóri hjá Føroya Tele, vitjar morgunsendingina og lýður aftur á tíðina við interneti, og metir eisini um framtíðina. Hetta er tíðin tá næmingar kunnu søkja inn á musikmiðnám, og hetta er fyri tónleikarar úr øllum Føroyum, sigur Ólavur Jakobsen, samskipari. Fólkaflokkurin hevur lagt uppskot fyri tingið um, at ansingargjaldið skal fylgja barninum. Grundgevingin hjá Fólkaflokkinum fyri at lata foreldrunum ansingargjaldið er at barnaansingin ikki í nóg stóran mun nøktar tørvin hjá teimum, ið hava skeivar arbeiðstíðir. Tað vil siga teimum, sum arbeiða uttan tíðarskeiðið frá klokkan 7 til 17, eitt nú starvsfólk á sjúkrahúsum, røktarheimum og og fiskavirkjum. Tíðin er komin at gera frælsið størri, og harvið tænastuna fyri øll. Tað kann gerast við at lata peningin fylgja barninum sigur Fólkaflokkurin í uppskotinum. Flokkurin hevur roknað seg fram til, at kommunurnar í miðal rinda 70.000 krónur árliga til barnaansing fyri hvørt barn. Og foreldrini rinda 20.000 krónur. Hetta gevur foreldrunum til samans 90.000 krónur fyri hvørt barnið. Anaingargjaldið skal geva foreldrum møguleika at keypa barnaansing frá privatum ansingarstovnum, frá arbeiðsplássinum, frá au pair ella at grannaløg taka seg saman og skiftast um ansing. Eisini kunnu tey keypa tænastuna frá kommunalu ansingarskipanini, sigur Fólkaflokkurin í uppskotinum. Talan er um eitt uppskot til samtyktar, har Løgtingið heitir á landsstýrið um at fyrireika og leggja fram lógaruppskot, ið skal geva kommunum heimild at lata foreldrum pengarnar, sum barnaansingin kostar fyri kommununa. Íslendska løgreglan verður liðug at kanna málið um drápið á Birnu Brjánsdóttir um hálvan mars. Einar Guðberg Jónsson, politiinspektørur sigur við íslendska kringvarpið, RUV, at nú verður bíðað eftir at fáa kanningarúrslit av lívfrøðiligum sporum aftur úr Svøríki. Tá øll úrslitini eru komin, verður málið latið íslendska ákæruvaldinum, og tað verður helst umleið 15. mars. Ein maður, sum sigldi við grønlendska trolaranum, Polar Nanoq, hevur sitið í varðhaldi í góðar seks vikur, og í løtuni situr hann í fongslinum á Hólmsheið. Hóast tann handtikni hevur viðgingið seg sekan í einum øðrum revsimáli um at hava roynt at smugla 20 kilo av hashi til Grønlands, so noktar hann at hava dripið Birnu Brjánsdóttir. Jón Snorrason, løgreglukommisserur, hevur tó váttað fyri íslendskum fjølmiðlum, at lívfrøðilig spor frá kanningunum hava knýtt tann handtikna til drápsmálið. Har varð besta handverkið í aling kunngjørt. Tvey úrslit verða heiðrað. Besta úrslit hjá smoltstøðum verður avgjørt eftir lægsta byrjanarfellinum, tá smoltið er komið á sjógv. Smoltstøðin hjá Marine Harvest á Hellunum hevði besta úrslit fyri smoltstøðir, og alistøðin hjá Marine Harvest í Haldórsvík hevði besta úrslitið fyri alistøðir á sjónum. Fellið á smoltstøðini hjá Marine Harvest á Hellunum var 0,80 prosent. Hjá Bakkafrosti á Norðtoftum var fellið 4,04 prosent, og hjá Hiddenfjord á Fútakletti var tað 4,97 prosent. Hjá alistøðini hjá Marine Harvest í Haldórsvík er indeksið 125,7 í fjør. Bakkafrost við Kunoyarnes hevði 117,2, Hiddenfjord í Vestmanna 117,1 og hjá Hiddenfjord í Sørvági var indeksið 112,4. Eingin røntgenlækni er í føstum starvi á Landssjúkrahúsinum. Tí verður tað Sjællands Universitets Hospital, sum fer at fremja mammografi screeningina av føroyskum kvinnum. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, vónar, at føroyska sjúkrahúsverkið sjálvt kann gera mammografi screeningina sum frá líður. Tað segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, tá hann fyri einum tíma síðani beyð vælkomin á tíðindafundi í Tinganesi, har samgonguflokkarnir løgdu nýskipanaruppskotið fram. Tað sama segði Poul Michelsen, formaður í Framsókn. Hetta er ikki tað optimala, og tað er verri enn so so frælslynt, sum vit høvdu ynskt. Men tað er so frægt, sum til ber, segði Poul Michelsen, sum eisini kallaði uppskotið eitt semjuuppskot. 105 síður er uppskotið til støddar. Vit eru komin við einum uppskoti, ið er semjusøkjandi, og sum eigur at hava undirtøku millum fólk, politiskar flokkar og vinnuna eisini, segði Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Fiskiríkidømið skal hvørki í lóg ella í verki privatiserast, og vit tryggja, at tað er og verður ogn Føroya fólks, segði Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, á tíðindafundinum seinnapartin. Hanus Højgaard býr Yviri við Strond og hevur trøð í Volgaravík, har Stórigarður byrjar. Hann greiðir frá stóra arbeiðnum hjá langabbanum og hinum traðarmonnunum, sum laðaðu Stóragarð, og saman við Hanusi fara vit fram við Stóragarði og enda úti í Sandagerði. Garðurin uttan um gomlu Havnina var hálvan fjórða kilometur. Ingeborg Wenningsted Jacobsen greiðir livandi frá, hvussu stóran tokka abbi hennara, Karl á Tórgarði, hevði til Havnina og Stóragarð. Ingeborg heldur, at kommunan avgjørt átti at hildið tað sum eftir er av hesum garði. Petur í Króki hevur altíð verið hugtikin av Stóragarði, men hann visti ikki, at garðurin uttan um barnaheimið í Torfinsgøtu í veruleikanum er partur av Stóragarði. Árni av Reyni hevur eisini stóran áhuga fyri Stóragarði. Í sendingini greiðir hann frá, hvat abbin Jens av Reyni skrivaði um henda søguliga garð. Felagsskapurin, World Food Programme, takkar á Twitter Føroyum fyri at vera millum tey fyrstu at veita bráðfeingisneyðhjálp til hungursneyðina í Suðursudan. Í brævi til landsstýrismannin í uttanríkismálum, Poul Michelsen, skrivar Chris Kaye í World Food Programme, at tað er heiður fyri tey, at Føroyar hava latið 200.000 dollarar til neyðhjálp. Hetta er størsta upphædd, sum Føroya fólk nakrantíð hava latið til neyðhjálp ella menningarhjálp. Pengurin verður brúktur til matvørur til 1,8 miljónir fólk, sum eru rakt av ósemjuni og ótryggleikanum í Suðursudan. Hjálpin skal hjálpa teimum, sum líða undir undirføðslu og eru í vanda fyri at doyggja í hungri. Reiðararnir eru alt annað enn nøgdir við, at partar av veiðirættindunum skulu seljast a uppboði, og at avmarkingar verða í ognarskapinum. Hanus Hansen, stjóri í JFK, sigur, at avleiðingin av uppskotinum verður, at hann noyðis at minka virksemið munandi, tí ræðisrætturin verður so nógv skerdur. Ólag kom á stýriskipanina azimuttin á Teistanum í gjárkvøldið, og hann bar við land, tá hann skuldi leggja at á Gomlurætt í gjárkvøldið. Nú fer uppskotið til hoyringar, og tá hoyringarfreistin er farin, verða onkrar samrøður, men tað er umráðandi fyri samgonguna, at endamálið við uppskotinum ikki dettur burtur, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum. Tá brek er á einum strandfaraskipi, hevur Strandferðslan einki skipið tøkt, og tí er neyðugt at nýta skip á øðrum farleiðum sum avloysaraskip. 7. mars er seinasti dagur, sum til ber at leggja fram uppskot, ið skulu viðgerast í hesari tingsetuni. Sum vant er komin ein rúgva av uppskotum at leggja fram seinasta framløgudag. Tað ber tó til at fáa uppskot løgd fram seinni, men tá krevst, at minst 17 tingfólk skriva undir í hvørjum einstøkum føri, at uppskotið kann leggjast fram. Og slík uppskot koma eisini í ár. Uppskotið um lógina um sjófeingi, sum skal koma í staðin fyri lógina um vinnuligan fiskiskap, kemur í apríl. Uppskotið er nú til hoyringar, og hoyringarfreistin er til 28.mars. Sambandsflokkurin hevur eisini boðað frá, at hann kemur við einum uppskoti um nýggja fiskivinnuskipan. Á tingfundinum, sum byrjar klokkan 10 00 í dag, verður eisini aðalorðaskifti um menningarærlan fyri sjúkrahúsverkið. Landsstýrismálanevndin sendir kærurnar hjá Jacob Vestergaard og Jørgen Niclasen um ávikavist Aksel V. Johannesen, løgmann, og Høgna Hoydal, landsstýrismann í fiskivinnumálum, til hoyringar hjá teimum báðum kærdu. Tað varð avgjørt á fundi hjá nevndini í gjár. Jacob Vestergaard í Fólkaflokkinum vil hava Landsstýrismálanevndina at kanna, um løgmaður hevur sagt ósatt fyri tinginum í sambandi við eitt mál, tá Aksel V. Johannesen seldi sín part í línuskipinum Klakki fyrst í hesi øldini. Jørgen Niclasen í Fólkaflokkurin kærir um, at Høgni Hoydal, landsstýrismaður, fyrst gav nótaskipunum makrelkvotur. Ein mánað seinni tók hann part av kvotunum í ES sjógvi aftur. Fólkaflokkurin sigur, at sambært fyrisitingarrættinum er ein fyrisitingarlig tilsøgn um eitt fiskiloyvi ein bindandi tilsøgn, sum ikki kann takast aftur. Landsstýrismálanevndin hevur eina aðra kæru um Aksel V. Johannesen og eina um Høgna Hoydal. Meginfelag útróðrarmanna hevur kært Høgna Hoydal fyri embætisførslu hansara, tá hann gjørdi og legði fram lógaruppskotið um fiskidagar fyri verandi fiskiár. Hendan kæran varð ikki viðgjørd á fundinum í gjár. Miðflokkurin hevur kært løgmann fyri at leggja grein 14, annað stykki, í hjúnabandslógini í Mentamálaráðið. Miðflokkurin heldur, at løgmaður fór út um sínar heimildir og uttan um løgtingið, tá hann boðaði frá, at grein 14, annað stykki, er yvirtikin. Í gjár vóru Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, Poul Geert Hansen, aðalstjóri, Torkil V. Rasmussen, løg frøðingur og Bergur Berg, fulltrúa í Mentamálaráðnum á fundinum hjá Landsstýrisnevndini. Landsstýrismálanevndin hevur fund aftur mánadagin. Tað verður ein føroyingur, ið skal standa á odda fyri flogvøllunum í Grønlandi. Føroyski advokaturin, Johannus Egholm Hansen, er valdur til nevndarformann fyri Kalaallit Airports. Felagið er eitt alment partafelag, sum hevur til uppgávu at byggja, eiga og reka floghavnirnar í Nuuk, Illulisat og Qaqortoq. Johannus Egholm Hansen tekur við formanssessinum eftir Aviaja Lybert Lennert, sum var virkandi forkvinna og sum nú er næstforkvinna í nevndini. Grønlendska kringvarpið sigur, at tað eru serliga royndirnar hjá Johannes Egholm Hansen í Vága Floghavn og útbyggingunum har, sum gera hann skikkaðan at gerast nevndarformaður í Kalaallit Airports. Hann var næstformaður í nevndini fyri Vága Floghavn frá 2009 til 2014. Johannes Egholm Hansen er tó ikki einsamallur føroyingur í nevndini fyri grønlendsku floghavnirnar. Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn, er eisini nevndarlimur í Kalaallit Airports. Tíðina frá juli til desember í fjør var hann eisini virkandi stjóri í felagnum. Men hetta er nú útsett til 21. apríl, sigur Strandferðslan á heimasíðuni. Jóan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari hjá Strandferðsluni, sigur við in.fo, at orsøkin er at avloysaraskipið, grikska ferjan, Galaxy, verður ikki klárt at seta í sigling enn. Rakstrarleiðarin sigur, at tey hava verið illa plágað av verkføllum í Grikkalandi í seinastuni og tískil hevur tað ikki eydnast at fáa skipið klárt. Tískil misti Smyril ætlaða dokkingarplássið í næstu viku. Men ístaðin hevur Smyril fingið nýtt dokkingarpláss í síðst í apríl, sigur Jóan Petur Abrahamsen við in.fo. Trý listafólk hava fingið starvsløn í eitt ár frá Mentanargrunninum. Tey eru Sissal Kampmann, rithøvundur, Teitur Lassen, tónleikari, og Silja Strøm, myndlistakvinna. Fýra fólk fingu starvsløn í hálvt ár. Tey eru Guðrið Poulsen, sum fæst við leirlist, Jens L.Thomsen, tónaskald, Randi Samsonsen, sum fæst við tekstillist, og Bárður Oskarsson, myndarithøvundur. Tað er Tjóðveldi sum flokkur, ið eigur og rekur 14. september. Eitt redaksjónstoymi fer at taka sær av dagliga rakstrinum og tíðindaflutninginum, og redaksjonella ábyrgdin liggur hjá aðalstjórnarformanninum. Nýggi 14. september hevur tørv á at royna ymisk hugskot, eins og tøkniligi og grafiski parturin skal mennast, so tað gongur nokk ein tíð, áðrenn dagføringar á heimasíðuni koma í eina fasta legu, sigur Petur í Gong, formaður í aðalstjórn Tjóðveldis. Trý listafólk fáa í ár starvsløn í 12 mánaðir frá Mentanargrunni landsins, fýra fáa í eitt hálvt ár og uppaftur onnur fáa í styttri tíðarskeið. Sí her, hvørji fáa starvslønir í 2017. Hent at vita Yvirlitið vísir eftir bókstavaraði. Klikka á yvirskriftina Starvsløn og mánaðir um tú vilt síggja yvirlitið skipað eftir, hvussu nógvar mánaðir fólk fáa starvsløn. Í uppskotinum hjá landsstýrinum um fiskivinnunýskipan stendur, at útlendingar skulu ikki kunna eiga í ella hava avgerðarrætt í feløgum, sum sleppa at reka føroyska fiskiveiði. Bara feløg ella einstaklingar, sum eru heimahoyrandi, eru skrásett og hava høvuðssæti í Føroyum, kunnu ráða yvir rættindum at reka fiskiveiði. Eingin, sum ikki er heimahoyrandi í Føroyum, kann eiga í felagi, sum rekur fiskiveiði her. Fyri at útlendingarnir ikki noyðast at fara út frá degi til dags verður ein fýra ára skiftistíð. Verða partabrøv hjá útlendingum seld í skiftistíðini, tað er fyri 2022, kunnu bara føroyingar keypa hesi partabrøv. Fígging úr útlandinum verður tó framvegis loyvd í nýggju skipanini. Útlendingar sleppa at vera í nevnd og stjórn í feløgum, sum reka fiskiveiði í Føroyum. Men meirilutin í nevndini skal vera heimahoyrandi í Føroyum. Hetta krav verður tó ikki sett nevndarformanninum. Kravið til stjórar verður, at teir, tá teir gerast stjórar, skulu vera skrásettir í fólkayvirlitinum í Føroyum og vera fult skattskyldugir í Føroyum. BBC skrivar, at hetta framstigið kann rudda slóð fyri álopi á gamla býin í Mosul í Irak, har sera mong fólk búgva, og har IS deildir enn víðgirða seg. Hvønn dag rýma túsundtals fólk úr Mosul, ið er seinasti skansin hjá Islamskum Stati í Irak. Eystari partur av býnum fall aftur í hendurnar á irakska herinum í januar. Hóast stjórnarbygningarnir í Mosul sum heild eru í sori, so verður hesin sigurin hildin at vera bæði strategiskt og súmbolskt týdningarmikil. Ein talsmaður fyri kinesiska uttanríkisráðiðráðið sigur, at Kina er hart ímóti nýggja rakettskjøldrinum og at Kina við vissu fer at brúka neyðugu amboðini at verja síni egnu trygdaráhugamál, sum tikið verður til. Onki verður tó sagt um, hvørji amboð ella átøk, talan er um. USA fer at seta upp eina rakettskipan eitt sonevnt rakettverjuskjøldur sum skal verja Suðurkorea frá rakettálopum úr grannalandinum Norðurkorea. Tað boðaði ein talsmaður í Hvítu Húsunum frá í gjárkvøldið. Hetta hendir eftir at Norðurkorea í gjáramorgunin skeyt fýra rakettir einar 1.000 kilometrar út yvir Japanska havið. Rakettskipanin, sum USA ætlar at seta upp, kallast THA AD og er ein stytting av Terminal High Altitude Area Defence. Tað er amerikanski vápnaframleiðarin Lockheed Martin, sum hevur ment skipanina. Ein skipan sum kann skjóta niður rakettir, sum røkka upp til 6.000 kilometrar. Skipanin verður væntandi liðug at seta upp í ár. Ongin av rakettunum, sum Norðurkorea sendi avstað í gjáramorgunin, verður roknað sum langtberandi rakettir. Tað vil siga sum røkka upp til 12.000 kilometrar og sum harvið kunnu kunnu røkka úr Norðurkorea til amerikanska meginlandið. Sjúðrur Hammer er stigtakari, hann heldur at ringmerking ikki bara eigur at vera fyri ein lukkaðan bólk av granskarum, men fyri øll. Talan er um dokmentarfilmar, stuttfilmar, novellufilmar, teknifilmar, skemtirøð, listafilm, spælifilmar og pilotframleiðslu. Samlaða játtanin til filmsframleiðslu í ár er tvær milliónir krónur,. Í hesum umfarinum vóru 1,4 milliónir krónur at býta. 29 umsóknir komu inn, og peningurin er býttur út eftir tilmæli frá filmsráðgevunum, sum hesa ferð eru Vár Berghamar Jacobsen og Birgir Kruse. Størstu upphæddina fær filmurin Enter the Kitchen Cook Rising, sum Gudmund Helmsdal og ETK Films standa fyri, tann filmurin fær 250.000 krónur í stuðli. Konseptið til filmin Enter the Kitchen Cook Rising hava Gudmundur Helmsdal og Brandur Patursson ment, og handritið til filmin hava Gudmundur Helmsdal og Tórfinn Jákupsson skrivað. Filmurin Eitt sindur um hvussu vit elska hevur fingið 200.000 krónur. Tað eru Anton Petersen, Cinema Polaris og Pætur Dahl, ið standa fyri hesi verkætlanini. Filmurin Nina hevur fingið 141.000 krónur í stuðli. Tað er Maria Winther Olsen, ið stendur fyri hesi verkætlanini. 557.000 krónur eru eftir til seinna útlutingarumfar í ár, skrivar Mentamálaráðið . Prísurin á húsum í Havn hækkaðu 17 prosent í fjør. Sambært Eik banka, ið síðani 1985 hevur gjørt eitt yvirlit um sethúsaprísir, hækkaði meðalprísurin í Havn 370.000 krónur í fjør. Prísurin fór úr tveimum milliónum og 140.000 krónur upp í tvær milliónir og 510.000 krónur. Uttan fyri høvuðstaðin hækkaðu prísirnir ikki eins nógv. Sambært tølunum hjá Eik vórðu 117 hús seld í Havn, Hoyvík og á Argum í fjør. 123 hús blivu seld í stórum bygdum og í býum og 128 í smáum bygdum. Onkur ókendur hevur verið við sag og skorið niður frá hond. Trø eru illa farin, og runnar skaddir. Mett verður, at ógerðin ikki er gjørd av kønum fólki. Stór rúgva av greinum er savnað saman miðskeiðis í kirkjugarðinum. Tað skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni, eftir at herverk er gjørt í gamla kirkjugarðinum á Svínaryggi í miðbýnum í Havn, har træ og runnar eru skorin niður. Kommunan eftirlýsir nú vitni, ið kunnu hava sæð okkurt, ið kann hjálpa løgregluni at uppklára málið um herverkið í kirkjugarðinum, sum er 235 ára gamal. Vitni kunnu ringja til løgregluna ella á kommunukontórið. Føroyski felagsskapurin, Gentur í India, er givin at lata einum gentubarnaheimi í India fíggjarligan stuðul, eftir at tað er komið fram, at peningur er brúktur til annað enn endamálið. Dagligi leiðarin og roknskaparfólkið hava nýtt pening, sum tey ikki kunnu skjalprógva er brúktur til barnaheimið. Tað er ikki greitt, hvussu nógvur peningur talan er um. Peningurin er ætlaður til skúlagongd, mat, lækna og útbúgving til genturnar. Meira enn 100 føroyingar hava fasta flyting til gentuheimið í India. Dagligi leiðarin og roknskaparfólkið hava fingið sekkin, og nevndin fyri gentuheimið kannar nú, hvat er hent og hvar peningurin er farin. Sólvá Vang, sum er ein av stigtakarunum til innsavningina í Føroyum, sigur í stuttari viðmerking, at felagsskapurin gavst at flyta gentuheiminum pengar í fjør summar. Í brævi til stuðularnar skrivar forkvinnan, at fyri felagsskapin hevur álit nógv at siga í slíkum arbeiði, og vit meta hetta verða eitt stórt álitisbrot. So stórt, at vit ikki kunnu halda fram við at stuðla heiminum. Samstundis verður føroyski felagsskapurin eisini niðurlagdur. Sólvá Vang harmast støðuna, og hon vónar, at hetta ikki fer at ávirka álitið á onnur stuðulstiltøk. Hon vónar, at føroyingar halda fram við at stuðla vælgerandi felagsskapum. Landsstýrismaðurin í samferðslumálum royndi í dag at sissa vágafólk, sum hava hótt við at stevna landsmyndugleikunum, verður bummgjaldið í Vágatunlinum ikki strikað. Landsstýrið heldur fast um, at sambært lógini er Vágatunnilin ikki afturgoldin, fyrr enn partapeningurin, sum landið sett í felagið, eisini eru goldin aftur. Bjørn Kalsø, løgtingsmaður, hevur skotið upp at lata bátasavninum hálva aðru millión krónur at keypa amboð fyri, og at savnið síðani fær 700.000 800.000 krónur um árið til rakstur. Uppskot er komið í tingið um, at 1.mai verður ókeypis at koyra í Vágatunlinum og 1.mai næsta ár eisini í Norðoyatunlinum eins og í øðrum tunlum í Føroyum. Sambandsflokkurin mælir til, at Vágatunnilin og Norðoyatunnilin verða latnir landinum ókeypis ávikavist 1.mai í ár og 1.mai næsta ár. Og somu dagar fellur bummgjaldið burtur, 1.mai í ár í Vágatunlinum og 1.mai næsta ár í Norðoyatunlinum. Flokkurin sigur, at í galdandi lóg um Vágatunnilin stendur, at tá lánini eru afturgoldin, skulu undirsjóvartunlarnir í almenna vegakervið. Men tað heldur landsstýrið ikki. Tað vil eisini hava partapeningin hjá landinum aftur fyrst. Fyri at fáa landskassanum pengar til at reka teir báðar undirsjóvartunlarnar, tá bummgjaldið er strikað, mælir Sambandsflokkurin samstundis til at hækka vektgjaldið og gjaldið á bensini og dieseli. Miðflokkurin finst hvassliga at BankNordik í uppskotinum til samtyktar. Bank Nordik raðfestir partaeigararnar, sigur flokkurin. Bankin hevði 179 milliónir krónur í yvirskoti í 2016. Vinningsbýtið í ár er 300 milliónir krónur Sostatt tekur bankin 121 milliónir krónur úr fæi bankans og ríkar partaeigararnar eyka við hesum peningi, sigur Miðflokkurin. Flokkurin leggur afturat, at samstundis eru nógvar ungar familjur, sum ikki megna at lúka krøvini frá lánistovnunum til bústaðarfígging. Tær fáa tí ikki lán at byggja ella keypa sær bústað. Um so var, at endamálið var at tryggja samfelagsuppgávuna at veita lagalig bústaðarlán, kundi framhaldandi ognarskapur í bankanum verið skilagóður. Men nú bankin rindar ovurstórt vinningsbýti, sum enntá er nógv størri enn ársins avlop, er ognarskapur landskassans í bankanum uttan meining, sigur Miðflokkurin. Endamál landskassans er ikki at seta pening í vinnulívið við vinningi fyri eyga, sigur Miðflokkurin eisini. Landskassin, ella Fíggingargrunnurin, fær 100 milliónir krónur í vinningsbýti frá BankNordik í ár. Síðani í 2014 hevur verið loyvt at skjóta grágæs, sum seta seg á velt lendi. Sambært Búnaðarstovuni fekk hon boð um, at 47 gæs vórðu skotnar í 2014, 266 í 2015 og 217 í fjør. 27 loyvi eru latin at skjóta gás. Tá lógin kom í 2014, varð samtykt, at landsstýrismaðurin skuldi stíla fyri kanningum og vísindaligum grá gásateljingum. Hetta er ikki gjørt. Men tað verður gjørt, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður. Grágæs gera skaða á slóttubø og velt lendi hjá bóndum. Tí er loyvt at skjóta tær, tá tær seta seg har. Jóhan Martin Christiansen er føddur í Havn í 1987. Hann varð útbúgvin á listaakademinum í Malmø í Fine Arts í 2014. Síðan lokna útbúgving hevur Jóhan Martin verið sera virkin. Hann hevur millum annað haft tvær einstaklingaframsýningar í Føroyum í Steinprenti við framsýningini, Dress í 2014 og í Listaskálanum við framsýningini Spor í 2016. Eisini hevur hann samstarvað við Kim Simonsen, høvunda, við bókini, Desemburmorgun, ið kom út í novembur, 2015. Fiskidaganevndin skal lata landsstýrismanninum metingar um støðuna í botnfiskastovninum og tilmæli um fiskidagar, og hvussu fiskiskapurin skal skipast tað komandi fiskiárið. Hann hevur verið skrivari og samskipari í nevndum, sum hava gjørt tilfar, frágreiðingar og lógaruppskot um skipanir av fiskiveiðu við meira. Fiskidaganevndin skal koma við sínum tilmæli fyri 22. juni 2017. Gunnhild Dahl Niclasen og Hanna Ziskason Hansen starvast á Tekniska Skúlanum í Klaksvík. Tær greiða nærri frá tiltakinum og matoyðsli. Góð tannheilsa hevur týdning fyri heilsuna sum heild. At kunna gera mun hesum børnunum er motivatión hjá okkum, siga systrarnar, ið vera í Gambia í tvær vikur í hesum umfari. Enn eru børn, ið mangla sponsorar. Tað kostar 575, um árið fyri at barnið fær skúlagongd, skúlauniform og heitan mat fýra ferð um vikuna, siga systrarnar, sum eisini vilja nýta høvið at takka fyritøkum og privatfólki fyri allar lutir, ið tær hava fingið við sær til Gambia. Tær vitja aftur í heimbygdini, tær tríggjar Mimi, Durita og Sonja. Tær siga søgur um avgerandi løtur, uppvøkstur, fyrimyndir og ávirkan. Søgur um atburð og hugburð og tær kvinnur, tær eru í dag. Soleiðis skriva tær, sum leggja 8. martstiltakið í Fuglafirði til rættis, í tíðindaskrivi. Tað eru tær tríggjar Mimi Steintórsdóttir, Durita Nolsøe, Sonja Jógvansdóttir, sum luttaka á tiltakinum. Skráin til tiltakið er annars rúgvismikil. Skráin kann lesast her. Sambært fleiri amerikonskum fjølmiðlum, millum annað CNN, sendu sakførarar í deilstatinum Hawaii ígjár inn fráboðan til rættin, har longu í dag verður roynt at sleppa undan nýggjasta innferðarforboðnum hjá Trump móti millum annað íbúgvum í seks londum, har meginparturin av fólkinum eru muslimar. Vónin er, at ein samveldisdómari í Hawaii skal seta í gildi forboð móti hesum, og at forboðið kemur í gildið beinanvegin. Báðir partar í málinum hava biðið dómstólin um hoyring í málinum skjótast gjørtligt, so at avgerðin verður tikin áðrenn forboðið kemur í gildi. Løgmálaráðið í USA hevur higartil ikki viðmerkt málið. Trump skrivaði mánadagin undir forsetaboðini, sum banna íbúgvum úr Somalia, Iran, Sudan, Jemen, Sýria og Libya at koma til USA frá og við 16. mars. Innferðarforboðið fevnir ikki um Irak, eins og fyrsta innferðarforboðið gjørdi. Tað forboðið ógildaði ein samveldisdómstólur, sum metti, at tað var brot á grundlógina, tí tað í høvuðsheitinum var ætlað at raka muslimar, og at grundgivið var ikki nóg væl fyri forboðnum, skrivar NTB tíðindastovan. Tað upplýsir íslendska Fiskistovan, sum eisini veit at siga, at fýra føroyskir bátar fiskaðu botnfisk í íslendskum sjógvi í februar. Skørin fekk 101,2 tons í februar og Sandshavið fekk 95,2 tons. Føroysku línuskipini vóru í íslendskum sjógvi ein mánað fyrr í ár enn í fjør. Teir skulu venja seg við nýggjar antitrustreglur, sum er eitt hámark fyri, hvussu stórt einstaka reiðaríið kann vera, og eisini skulu teir venja seg við, at ein partur av fiskirættindunum má keypast á uppboði. Fyri botnfisk í føroyskum sjógvi verður tað soleiðis, at tann parturin av heildarkvotuni, sum fer upp um eitt ásett tonsatal verður boðið út. Fyri tosk er hetta talið 10.000 tons. Er heildarkvotan fyri tosk til dømis 15.000 tons, verður ein triðingur av toski í føroyskum sjógvi boðin út. Øðrvísi er við botnfiski í útlendskum sjógvi, tí tá er tað nøgdin, sum fer upp um miðal av føroysku heildarkvotunum seinastu 10 árini, sum verður boðin út á uppboðssølu. Miðalheildarkvotan árini 2007 til 2016 av botnfiski í norskum og russiskum sjógvi og við Svalbard var góð 22.000 tons. Heildarkvotan í 2016 var smá 31.000 tons. Sostatt kundu góð 8.000 tons, umleið ein fjórðingur, av fiskinum har verið boðin út í 2016. Í uppsjóvarvinnuni leggur uppskotið til ein heilt annan leist at gera av, hvussu nógv skal bjóðast út. Her verða fyrst 20 av føroysku heildarkvotuni bjóðað út sum stutttíðarrættindi. Av tí, sum er eftir, sleppa verandi aktørar at varðveita tann partin av kvotuni, sum er á sama støði sum føroyska heildarkvotan var á 31. desember 2007 stutt undan, at uppsjóvarfiskiskapurin í Norðuratlantshavi gjørdi eitt skarvslop. Tann parturin, sum í dag fer upp um støðið í 2007, verður eisini boðin út. Av makreli hevði sostatt ein triðingur verið boðin út í dag, um hesin leisturin verður brúktur, meðan heili 74 av norðhavssild hevði verið boðin út. Dómur varð á middegi kunngjørdur í einum máli, her ein maður um 40 ára aldur sat á ákærubeinkinum, tí maðurin, ið nú er dømdur, var ákærdur fyri at hava falsað skjøl í samband við innflutning av brúktum bilum. Nú er dómur fallin. Smápartafelagið hjá manninum hevur fingið 300.000 krónur í bót, 12 dagbøtur uppá 25.000 krónur, og maðurin skal eisini gera ólønta samfelagstænastu í 120 tímar. Hetta er minni enn ákæruvaldið kravdi. Ákærin kravdi seks mánaða treytaleysa fongsulsrevsing og 760.000 krónur í endurgjaldi og 350.000 krónur í sekt. Verjin mælti frá endurgjaldi og til treytaðan dóm. Maðurin, sum nú er dømdur fyri at hava falsað skjøl í samband við sølu av innfluttum bilum, játtaði seg í síðstu viku sekan í skjalafalsan, men hann noktaði at hava svikað landskassan við vilja, tá málið var fyri í rættinum. Bilseljarin hevði skjalafalsað fakturarnar fyri at áseta ein munandi lægri listaprís á bilunum millum ein triðing og helvtina lægri fyri harvið at snýta landskassan við at rinda lægri skrásetingargjald fyri til samans umleið 760.000 krónur, vildi ákærin vera við. Maðurin náddi at innflyta 16 bilar áðrenn Akstovan fann útav skjalafalsanini. Verjin hjá tí ákærda segði í síðstu viku, at tann ákærdi hevði skjalafalsað, tí hann leingi hevði verið ørkymlaður av júst skeiva prísinum, hansara kappingarneytar lata Akstovuni. Jóan Magnus Rasmussen, Fólkaflokkurin, og Bill Justinussen, Miðflokkurin, hava lagt lógaruppskot fram um, at eindir í heilsuverkinum skulu fara út til menn at kanna teirra heilsustøðu, tí menn ikki í nóg stóran mun sjálvir fara til lækna at lata seg kanna. Teir báðir tingmenninir vísa á, at menn í miðal liva fleiri ár styttri enn kvinnur, og at teir eisini í minni mun enn kvinnur ganga til lækna. Endamálið við uppskotinum er at skapa betri møguleikar hjá monnum at verða kannaðir og fáa hjálp, áðrenn neyðugt verður at verða innlagdur á sjúkrahús við álvarsamari sjúku, sum kundi verið fyribyrgd ella viðgjørd, áðrenn hon gjørdist álvarsom. Tað kann tykjast løgið, at uppskotið bert vendir sær til menn, men hetta er tí, at tørvurin er størstur hjá monnum, siga tingmenninir hjá Miðflokkinum. Tórshavnar kommuna yvirtekur Býarsavnið hjá Birgari Johannesen. Tað varð avgjørt á fundi í morgun millum Birgar Johannesen og Anniku Olsen, borgarstjóra, og Gunvør Balle, forkvinnu í Mentamálanevndini. Fyribils verður Býarsavnið opið sum vanligt, meðan yvirtøkan verður fyrireikað. Og spurningurin um húsaleigu er loystur í hvussu er fimm mánaðir fram. Kommunan skal finna fyrbils hølisloysn, til størri samlað loysn fyri søvnini í býnum verður framd. Tá Tórshavnar kommuna hevur yvirtekið fíggjarligu ábyrgdina, heldur Birgar Johannesen fram at arbeiða á Býarsavninum eina tíð aftrat. Bólkurin verður settur innan fyri næstu tveir mánaðirnar. Meira ítøkiligur er danski løgmálaráðharrin ikki, tá hann svarar Magna Arge, fólkatingsmanni. Rættargangslógin í Føroyum krevur 200 dagføringar, skal hon verða sum tann danska. Magni Arge, fólkatingsmaður, spurdi Søren Pape Poulsen, løgmálaráðharra, um arbeiðið at dagføra føroysku rættargangslógina er byrjað. Danska Løgmálaráðið hevur lovað at seta arbeiðsbólk at orða dagføringarnar. Nú vildi Magni Arge hava at vita, um hetta arbeiðið er byrjað, og nær føroyska rættargangslógin verður dagførd. Magni Arge sigur í spurninginum til løgmálaráðharran, at hann hevur fingið at vita, at brúk er fyri 200 dagføringum í føroysku lógini, so hon verður sum tann danska. Hann sigur eisini, at arbeiðið at gera nýggja rættargangslóg fyri Føroyar er umfatandi. Tí ber ikki til at siga nú, nær arbeiðið er liðugt. Nakað arbeiði er tó eftir at gera, áðrenn húsið verður latið upp fyri almenninginum, sigur Ólavur Rasmussen, nevndarformaður í SALT, við útvarpið. Tað staðfestir dómurin, sum varð kunngjørdur í Føroya Rætti í dag um bilseljarin, sum er dømdur fyri at hava falsað bilfakturar. Ivasomu lógarheimildina hevur Akstovan nú fingið frá landsstýrinum. Skrásetingargjaldið á einum innfluttum, brúktum bili verður roknað út frá tí nývirði, sum bilurin hevur, varð hann fluttur beinleiðis av bilverksmiðjuni og stóð spildurnýggjur á føroyska kaikantinum. Harvið hevur Akstovan borið seg skeivt at, tá hon hevur brúkt listaprísir sum grundarlag fyri at rokna skrásetingargjaldið út. Ein listaprísur er prísur, har vinningur til útlendskar bilasølur er íroknaður. Í hesum málinum var talan um 18 bilfakturar, sum bilseljarin hevði falsað. Ákærin metti við upplýsingum frá Akstovuni at bilseljarin hevði snýtt landskassan fyri íalt 760.000 krónur. Men í ellivu av teimum átjan førunum hevði Akstovan nýtt listaprísir, har vinningurin frá donskum og týskum bilasølum var íroknaður. Tí metir rætturin, at upphæddin, sum bilseljarin hevði snýtt fyri, 587.000 krónur ella slakar 173.000 krónur lægri enn tað, sum ákærin kravdi Hálvu milliónina sleppur bilseljarin undan at rinda í fyrstu atløgu. Akstovan noyðist ístaðin at krevja inn pengarnar sum endurgjaldskrav í einum møguligum borgarligum rættarmáli. Mátin, at rokna út upprunavirðið á einum brúktum bili, hevur givið Akstovuni høvuðbrýggj í langa tíð. Trupulleikin er, at tað er næstan ógjørligt at fáa bilverksmiðjurnar at lata ítøkiliga nýprísin uttan vinning helst tí tær lata bilasølum ymiskar prísir. Tí hevur Akstovan kent seg noydda at tulka lógina, sum er ógreið á økinum, liberalt og í fleiri førum rokna skrásetingargjaldið út frá listaprísinum, sum tær fáa frá høvuðsbilasølunum. Landsstýrið veitti í fjør Akstovuni eina hjálpandi hond við at seta eina kunngerð í gildi, sum nú greitt gevur Akstovuni heimild til í serligum førum sjálva at meta nývirðið á bilum. Kunngerðin varð sett í gildi í mai í fjør tað vil siga eftir at hetta ítøkiliga málið um skjalafalsan byrjaði og tí kundi Akstovan ikki nýta heimildina í hesum málinum. Bilseljarin sleppur tó neyvan undan at fara í lummarnar eftir pengum. Smápartafelagið hjá honum hevur fingið 300.000 krónur í bót. Og bilseljarin sjálvur fekk seks mánaða treytaða fongsulsrevsing. Dømdi maðurin skal eisini gera ólønta samfelagstænastu í 120 tímar. Tað er ein av niðurstøðunum í kanning, felagið Føroysk Miðlafólk hevur gjørt. Meiri enn triði hvør, ið starvast sum journalist í Føroyum, hevur kent seg illa viðfarnan ella at hava verið fyri ágangi í sambandi við starvið sum journalist. 125 av 187 føroyingum, sum antin hava journalistiska útbúgving ella javnan framleiða journalistiskt tilfar til føroysku miðlarnar, hava svarað spurnarkanningini, sum er ein roynd at lýsa føroyska miðlalandslagið. Gott og væl fimti hvør av teimum spurdu hevur beinleiðis verið hóttanum. Ein hóttan er í hesum føri millum annað harðskapur og forfylging, men tað er eisini hóttan, tá valdsmiklir persónar og sterkir myndugleikar hava ein hóttandi atburð. Kanningin vísir eisini, at hóast starvið sum journalistur fyri tey flestu hevur sosialar avleiðingar, og onkur kenna seg og familjuna vera fyri órætti og hóttanum, so eru lutfalsliga fá av teimum spurdu, sum av álvara hugsa um at skifta starv. Ein lítil helvt av spurdu journalistunum umhugar tað av og á, meðan meira enn helvtin hugsar als ikki um at skifta starv, og ein lítil fjórðingur sigur seg elska starvið sum journalist. Men flokkurin hevur ikki eins og samgongan fýra ár skiftistíð í sínum lógaruppskoti um nýggja skipan 1.januar næsta ár. Hjá Fólkaflokkinum er skiftistíðin sjálvboðin. Tá fiskiskip verða seld úr feløgum, sum hava útlendskar partaeigarar, veiðiloyvi flutt ella partabrøv seld, so kunnu bara føroyingar keypa. Við tíðini, so hvørt sum verandi útlendskir partaeigarar avgera at selja partabrøv ella veiðiloyvini fara úr feløgunum, verður eingin útlendskur eigarapartur í føroyskum fiskiførum, sigur Fólkaflokkurin. Fígging úr øðrum londum verður tó framvegis loyvd, sambært uppskotinum hjá Fólkaflokkinum. Men fyri at tryggja, at ávist virði er í føroyska eigarapartinum í teimum feløgum, sum longu hava útlendskar partaeigarar, verður skuldin hjá felagnum til útlendska partaeigaran avmarkað. Hendan avmarkingin verður sett sum lutfall millum skuldina til útlendska partaeigaran og eginneningin í felagnum. Skuldin kann ikki vera størri enn fýra ferðir eginpeningurin. Hon kann ikki vera størri enn lutfallið fýra til eitt. Fólkaflokkurin sigur eisini, at meirilutin í nevndini skal vera heimahoyrandi í Føroyum. Hetta krav er tó ikki galdandi fyri nevndarformannin, Verandi lóg sigur, at í minsta lagi tveir triðingar av eginpeninginum, og í minsta lagi tveir triðingar av atkvøðurættinum og avgerðarrættinum í felagnum skulu vera føroyskir. Útlendingar kunnu tí sambært galdandi lóg eiga ein triðing í føroysku fiskivinnuni. Tá Vágatunnilin skal latast landinum tann 1. mai í ár, og gjaldið fyri at brúka hann verður strikað, skal vektgjaldið hækka tvey prosent og seks oyru leggjast oman á bensprísin og seks oyru á dielselprísin. Hetta skal geva landskassanum 4,8 milliónir krónur. Samstundis sparir landið tríggjar milliónir krónur í umsiting, tí P f Vágatunnilin verður strikað. Hesar milliónir skulu brúkast til at reka Vágatunnilin fyri. Næsta ár, tann 1.mai, skal júst sama mannagongd brúkast í sambandi við Norðoyatunnilin. Tá verða somu príshækkingar og sama umsitingarsparing brúktar til at fíggja raksturin hjá Norðoyatunlinum. Samantikið hækkar vektgaldið fýra prosent, og 12 oyru koma afturat prísinum á bensini og dieseli, og tað er sambært uppskotinum hjá Sambandsflokkinum, sum skal hava fyrstu viðgerð týsdagin. Hetta álitið má nú byggjast uppaftur. Tað segði íslendski fiskimálaráðharrin, orgerður Katrín Gunnarsdóttir, á ráðstevnuni North Atlantic Seafood Forum í Bergen í gjár. Fiskeribladet skrivar, at íslendski ráðharrin segði, at støðugar atfinningar eru móti reiðarum um, at teir ikki lata samfelagnum nóg nógv aftur. Hon segði, at myndugleikarnir ætla at gera kvotuskipanina meira gjøgnumskygda, so opinleikin verður størri um, hvussu virðini í fiskivinnuni verða býtt. Í januar, tá verkfallið var , fiskaðu íslendingar bara tíggjunda part av tí, sum varð fiskað í januar í fjør. Hetta skaðar eisini álitið millum fiskaseljarar og keyparar uttanlands. orgerður Katrín Gunnarsdóttir segði, at endamálið er nú at forða fyri slíkum verkføllum í framtíðini. Tað verður gjørt við nýggjum samráðingarhátti. Annars segði íslendski ráðharrin, at fiskivinnan í landi hennara hevur sera góðan byr. Reiðarar gjalda stórar hýrur og nógvan skatt, hóast nøkur halda, at teir eiga at gjalda meira, og stóru feløgini í fiskivinnuni hava framúr góð úrslit. Harafturat er toskastovnurin tann størsti í 60 ár. Men Hagstovan væntar, at við verandi gongd fer løntakatalið upp um tað longu tíðliga í summar. Í desember í fjør vóru 25.696 løntakarar í Føroyum. Hetta var sjeyndi mánaður á rað við vøkstri. Ætlanin er at hava aðalorðaskifti um javnstøðupolitikkin. Tað segði Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í javnstøðumálum, í gjár, altjóða kvinnudagin. Miðað verður eftir í nýggja javnstøðupolitikkinum, at kvinnur eiga ikki hava fyri neyðini at velja millum familju og arbeiði. Galdandi javnstøðulóg er frá 1994, og hon er ikki broytt síðani tá. Hugskotið bjóðar eitt kveikjandi umhvørvi, har møguleiki er at fáa ókeypis vegleiðing og innivist, og har møguleiki er at netverka við aðrar íverksetarar. Hevur tú ikki tørv á innivist, kanst tú í staðin fáa vegleiðing og hjálp at koma víðari við tínum hugskoti. Hevur tú tørv á serkønari hjálp, hava vit í fleiri førum møguleika at bjóða tær eina mentorskipan. Tað eru júst hesi tilboð íverksetararnir, sum halda til í nýggju hølunum hjá íversetarahúsinum Hugskotið, eru so glað fyri og kunnu brúka. Tað, at fleiri sita í stórum skrivstovulandslagi og kunnu tosa við hvønn annan um hugskot og menning, er ein ómetaliga góður møguleiki, siga íverksetararnir í Hugskotinum. Pláss er fyri 36 íverksetarum í nýggju hølunum, sigur leiðarin, Jónhild Rasmussen, sum mleggur afturat, at nøkur pláss eru eftir, um onkur gongur við einum góðum hugskoti. Jens Andrias Vinther, verji hjá bilseljaranum, sum hevur fingið seks mánaða treytaða fongsulsrevsing fyri skjalafalsan, er í stóran mun nøgdur við dómin, sum varð kunngjørdur í Føroya rætti mikudagin. Umframt treytaðan dóm hevur smápartafelagið hjá bilseljaranum fingið 300.000 krónur í bót. Maðurin skal eisini gera ólønta samfelagstænastu í 120 tímar. Fráboðanin er ein ávaring um, at hundraðtals arbeiðspláss í norðurøkinum eru í vanda fyri at hvørva, verður uppskotið hjá landsstýrinum um fiskivinnunýskipan samtykt. Í skrivinum stendur, at fakfeløgini óttast, at um Hanus Hansen, reiðari missir fiskirættindi, so fer Kósavirkið við í fallinum, og har eru 150 ársverk. Men spurningurin er, hvussu leingi afturat tað verður country. Limirnir draga ikki somu línu, tá tað kemur til hvørja tónlistarliga leið, ið bólkurin skal fara. Yvirtøkan skal fremjast ólavsøkudag næsta ár, sambært uppskotinum hjá løgmanni. Hon kostar 10,3 milliónir krónur um árið. Føroyar skulu yvirtaka 15 lógir og 12 millumtjóða sáttmálar og avtalur. Millum lógirnar eru hjúnabandslógin og lógin um foreldramyndugleika. Harafturat eru sjey lógir og níggju millumtjóða sáttmálar og avtalur í Danmark, sum ikki eru sett í gildi í Føroyum. Samráðingarnar við danir um yvirtøkuna eru lidnar. Men allir praktiskir spurningar eru ikki avgreiddir enn, so sum starvsfólkaviðurskiftini, hvussu avgreidd og ikki avgreidd mál skulu latast føroyingum, heimasíðan, og vegleiðingar skulu skrivast á føroyskum. Ein onnur yvirtøka er eisini í Løgtinginum. Fólkaflokkurin skjýtur upp at yvirtaka kortmyndugleikan og landmátingarmyndugleikan 1. januar næsta ár. Svend Højgaard og Jensina Olsen noyddust at hála stikkið út í fleiri mánaðar fyri at vinna á máttloysi og ráðaloysi og finna fótafestið aftur. Mánaðarskifti august september í 1995 luttóku 22 kvinnur úr Føroyum á altjóða ráðstevnuni hjá ST í Kina. Tær fóru til Kina við transsibirisku jarnbreytini, sum byrjar í Moskva og endar í Beijing seks dagar seinni. Í hesi sendingini fara vit við transssibisku jarnbreytini á kvinnuráðstevnu í Kina. Bergljót D. Hentze hevur tikið myndirnar og lagt til rættis, meðan Sven Bergur Jensen hevur set t sendingina saman. Magni Laksáfoss var ein teirra, ið samráddist við samgonguna um fiskivinnunýskipanina. Hann mælti flokkinum til at taka undir við einari semju, men tingbólkurin vildi ikki. Magni Laksáfoss heldur, at Sambandsflokkurin framvegis eigur at royna at fáa eina semju við samgonguna. Nú er ein nýggj heimasíða avdúkað, sum er sera hent hjá gongufólki bæði føroysk og útlendskum. Hetta er ein heimasíða full av hentum upplýsingum til fólk, sum hava hug at ganga í fjøllunum. Avdúkingin fór fram í Spaniastovu í Klaksvík, og talan var um eina hátíðarløtu fyri undangongumanninum, Pól Sundsskarð, sum seinastu trý árini hevur arbeitt við at savna rúgvismikla tilfarið til teir umleið 300 túrarnar, sum í løtuni eru tøkir. Gestur í 25 minuttum hesa ferð er Johannes Jensen, stjóri í Gist og vist, sum millum annað eigur matstovuna, KOKS, sum hevur fingið eina Michelin stjørnu. Hann er eisini formaður í nevndini fyri Visit Faroe Islands og næstformaður í nevndini fyri Bakkafrost. Íðkarar og foreldur teirra mugu sjálvi meta um, í hvussu stóran mun tey vilja tryggja seg, tá ið tey venja og kappast uttanlands, tí tryggingin hjá ÍSF er bert galdandi í Føroyum. Men foreldur sakna kunning á økinum. Luttakarar í sendingini hesaferð Gunnfríð Nólsoy, Katarina Høj, Mildrið Jacobsen, Hans Martin Høj, Jarvin Feilberg Hansen, Hallur Danielsen, Heðin D. Poulsen, Áki G. Olsen Antitrust reglurnar í fiskivinnuni skulu forða fyri, at einstakir aktørar ikki gerast so stórir, at teir kunnu misnýta sína støðu. Hóast tað ikki eydnaðist at gera semju millum Sambandsflokkin og samgonguflokkarnar um eina fiskivinnunýskipan, eru bæði Sambandsflokkurin og samgongan samd um, at ræðisrætturin í fiskivinnuni skal avmarkast við antitrust reglum. Eingi krøv verða sett fyritøkum um umhvørvisvernd, og úrslitið er millum annað dálkingin av spreingileidningum, sum sæst í Nólsoyarfirði í løtuni. Á Umhvørvisstovuni, sum hevur givið havnarbyggingini í Havn umhvørvisgóðkenning, hava tey ikki aðrar viðmerkingar, enn at tey hava vent sær til Tórshavnar havn um málið. Hann skjýtur upp at strika meirivirðisgjaldið á bátasmíði, og at játta hálva aðru millión krónur til bátasmiðjuni, sum ætlanin er at hava í Spinnarínum í Klaksvík, ið nú verður umvælt. Bjørn Kalsø skjýtur eisini upp at játta Tekniska skúla í Klaksvík millukm 700.000 og 800.000 krónur um árið fyri at kunna bjóða fólki at læra bátasmíð. Harafturat verður skotið upp, at háskúlarnir eisini fáa studning til mat. Skotið verður harafturat upp, at ítróttur og rørsla og almenn siðmenning verða tikin við í endamálið hjá háskúlum. Mentamálaráðið tekur undir við Føroya fólkaháskúla, sum sigur, at neyðugt verður at hækka rakstrarstuðulin, tí skúlin noyðist at hava størri ansing í vikuskiftunum, nú næmingarnir verða yngri. 17 ára aldursmarkið er ein forðing hjá háskúlunum. Til dømis søktu 19 um at sleppa í Háskúlan í Suðuroy á heysti í fjør. Bara tíggju vóru 17 ár ella eldri. Lógin um Húsarhaldsskúlan skal eisini broytast, so aldursmarkið har lækkar úr 16 niður í 15 ár. Um hálvan mars fær ákæruvaldið úrslitið av kanningunum, og so verður støða tikin til, hvat ein grønlendingur sum situr fongslaður í Íslandi, skal ákærast fyri. Tað skrivar grønlendska kringvarpið við fleiri íslendskum miðlum sum keldu. Løgreglan hevur kannað málið í meir enn tveir mánaðir, og nú er komið undir land, sigur kanningarleiðarin, Grímur Grímsson. Íslendska løgreglan hevur sent ymiskt til Svøríki til kanningar, og tá tey úrslitini eru greið, verður málið latið ákæruvaldinum, sum síðani tekur støðu til málið. Tveir mans av grønlendska trolaranum, Polar Nanok, vórðu tiknir 18. januar, eftir at 20 ára gamla Birna Brjánsdóttir hvarv eftir ein túr í býnum í Reykjavík. Umleið eina viku seinni, varð líkið av gentuni funnið á eini strond. Annar Grønlendingurin var latin leysur aftur nakað seinni, men hin situr framvegis í Reykjavík. Hann noktar seg sekan. Eftir ætlan skal forsetaval verða í landinum 9. mai. Forsetin er ákærd fyri mutur og svik saman við vinkonuni, Choi Soon sil, og tær skulu hava kravt pening frá telefonfyritøkuni, Samsung. Samsung hevur eftir øllum at døma goldið teimum báðum stórar upphæddir, fyri at fáa loyvi til at leggja tvey av feløgunum í móðirfelagnum saman. Stuðulin frá stjørnini varð latin, hóast tað hevði við sær eitt tap sum var nógvar milliardir krónur. Forsetin var fyribils koyrd frá í desember, og nú er hon so sett frá embætinum med alla. Á kvinnudegnum 8. marts sendi Mentanarkaf in beinleiðis úr studio 3. Beinleiðis tónleikur, røður, sum vórðu skrivaðar til høvið, samrøður og yrkingar fylti skránna. Sissal Kampman tosaði við Jóanes Nielsen um kvinnuna og hvønn týdning hon hevur í skaldskapinum hjá høvundanum. Talgildu Føroyar fara at kosta 150 milliónur krónur. Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, hevur lagt uppskot fyri Løgtingið, sum skal geva henni heild at halda útreiðslurnar at fremja verkætlanina. Talgildu Føroyar eru tilsamans fýra verkætlanir tað eru Talgildi samleikin, Borgaraportalurin, Heldin og Grunddátur. Í uppskotinum sæst, at útreiðslurnar til verkætlanina kunnu í mesta lagi vera 145 milliónir krónur. Útreiðslurnar hjá landsstýrismanninum kunnu í mesta lagi vera 85 milliónir krónur. Samstundis verður heimilað landsstýrismanninum at gera avtalur við privatar og almennar fyritøkur, grunnar og kommunur at fíggja ein part av verkætlanini. Talgildu Føroyar skulu millum annað geva føroyingum eitt talgilt persónligt samleikaprógv, sum eitt nú kann nýtast til at undirskriva løgfrøðiliga bindandi avtalur. Tað skal eisini geva føroyingum eitt persónligt login, sum skal brúkast til at innrita seg í allar skipanir hjá tí almenna geiranum, til dømis SEV, Netbankan, TAKS og so framvegis. Talgildu Føroyar er størsta frambrotið nakrantíð innan talgilding í Føroyum, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, ið sigur átakið gera dagligdagin lættari hjá fólki og vinnu. Egga Jensen er kendur sum formaður í Ítróttasambandinum fyri brekað. Hetta sersamband innan ÍSF varð stovnað á vári 1980. Tá høvdu læraraskúlanæmingar verið á vitjan í Noregi á eini miðstøð fyri ítrótti fyri brekað. Tey vóru á einum máli um, at slíkir møguleikar skuldu eisini verða í Føroyum. Tað gekk skjótt at fáa bæði norðurlendskum og altjóða limaskap, og ÍSB gjørdi skjótt vart við seg á bæði norðurlendska og altjóða ítróttapallinum. Hinvegin var ikki so lætt at fáa Skúlaítróttalærarafelag Føroya limaskap millum onnur lond. Danir hildu ímóti, men góvu seg til endan. Finnur Nielsen og Andreas Jacobsen, sum eru úr ávíkavist Fámjin og Tvøroyri, vitja morgunsendingina. prátað verður um bólkin og spældir verða tveir brellbitar úr nýggju útgávuni. Sjónbandalag við sanginum Sodom, sum er filmað í Fámjin, verður leysgivið seinnapartin, og somuleiðis er móttøka í Tutl á Glade hjørn í Havn klokkan 19 í kvøld, Á kvinnudegnum 8. marts sendi Mentanarkaf in beinleiðis úr studio 3. Beinleiðis tónleikur, røður, sum vórðu skrivaðar til høvið, samrøður og yrkingar fylti skránna. Á kvinnudegnum 8. marts sendi Mentanarkaf in beinleiðis úr studio 3. Beinleiðis tónleikur, røður, sum vórðu skrivaðar til høvið, samrøður og yrkingar vóru á skránni. Birgith Lassen tosaði við Barbaru Holm, blaðstjóra á Sosialinum, um umboðan av kvinnum í føroysku tíðindabløðunum. Í eini roynd at skapa eitt yvirlit yvir kynsbýtið í bløðunum, hugdi Barbara Holm eftir nøvnunum á journalistunum. Stakroyndin vísti, at 83 av greinunum vórðu skrivaðar av monnum, og 17 skrivaðar av kvinnum. Redaktiónirnar eru næstan bara mannaðar av monnum og tað ávirkar í stóran mun outputtið , sigur Barbara Holm, sum saknar fleiri kvinnuligar bylines í bløðunum. Tað stendur í einum skrivi til norska Dagbladet frá russisku sendistovuni í Noreg. Norska stjórnin hevur sett eina nevnd við serfrøðinguum, sum skal greina, hvønn leiklut Noreg kann hava í ætlaða verjuskjøldrinum. Tí hevur Russland mótmælt, og orðaljóðið í brævinum frá sendistovuni er hóttandi. Sendistovan skrivar millum annað, at av tí at USA, NATO og Noreg ikki vilja loysa trætuna við samráðingum, er bert ein háttur eftir, og tað er at loysa málið hernaðarliga tekniskt. Russland kennir seg noytt at styrkja sína strategisku kjarnorkuverju, sum kann gera av við ein og hvønn verjuskjøldur, stendur millum annað í boðunum frá russisku sendistovuni. Russland hevur eisini fyrr hótt við tiltøkum um verjuskjøldurin verður gjørdur á norskum øki. So kennir Russland seg noytt at tryggja síni áhugamál, skrivaði pressutalsmaðurin á russisku sendistovuni, Maxim Gurov til miðilin, Klassekampen í januar. Miðskeiðis í februar koma næsta hóttanin og nú komu so aftur eini kravboð frá russisku sendistovuni í Noreg. Norsku myndugleikarnir taka russisku boðini í størsta álvara, sigur ein talsmaður fyri stjórnina. Silas sigur frá øllum fuglameinginum, hvussu stórbærur og ótrúligur fuglaheimurin er. Men samstundis so tosa vit í kristnum høpi um, at vit menniskju eru flytifulgar, sum eru ávegis. Politiskt orðaskifti er á skránni eftir formansfrágreiðingina, sum verður klokkan tíggju. Tað kom fram í gjár, at Sambandsflokkurin er ikki heilur í fiskivinnupolitikkinum. Magni Laksafoss, løgtingsmaður og næstformaður í Sambandsflokkinum, segði við Útvarpið í gjár, at Sambandsflokkurin átti at gjørt semju við samgonguna um fiskivinnunýskipanina. Hann mælti flokkinum til at gera semju, tá tey samráddust við samgonguna, men fekk ikki undirtøku fyri hesum í tingbólkinum. Magni Laksafoss sigur, at Sambandsflokkurin fekk nógv tað mesta av sínum við í samráðingunum við samgonguna Á skránni fyri landsfundin í morgin er millum annað politikkmenning í Sambandsflokkinum, sum Magni Laksafoss sum verkætlanarleiðari fer at tosa um. Hetta evnið var eisini á skránni fyri landsfundin í fjør. Leikurin eigur metið sum mest spældi einrøðuleikur á Broadway, er týddur til 14 ymisk mál og spældur í 49 ymiskum londum. Føroyar eru nummar50. Nú láta tjøldur burturi og hjá er heitið á ljóðmynd, sum var gjørd í samband við Grækarismessu í 1999. Vit hoyra um tjaldrið, sum tjóðarímynd og um Grækaris hin mikla frá einum søguligum sjónarhorni. Erling Isholm og Jonna Fritsdóttir Mortensen hava skrivað og lagt til rættis. Tey sum lesa eru Katrin Nolsøe, Jonna Fritsdóttir Mortensen og Erling Isholm. Forlagið Sprotin gav út bókina í 2015, Edward Fuglø hevur gjørt kápumyndina til føroysku útgávuna. Sonja Kjølbro hevur staðið fyri umbótingini. Teistin fer væntandi í sigling aftur í kvøld. Tað veit in.fo at siga. Tað var seinasta leygarkvøld, at Teistin bar við land á Gomlu Rætt, tí asimutturin aktaði ikki. Teistin er nú komin á sjógv aftur, og skal royndarsiglast. Jóan Petur Abrahamsen er raktstarleiðari á Strandferðsluni. Tíðindafundur í Tinganesi, har formenninir í samgonguflokkunum løgdu teirra ætlan um fiskivinnunýskipan fram. Og Kringvarpinum so líkt, so boykottaði tað tíðindafundin hjá hesi samgonguni, so tey sum vildu hoyra framløguna noyddust inn á heimasíðuna hjá landsstýrinum. Her var tíðindafundurin stroymdur, sum vat tað politiskur boðskapur frá eini twitter konto hjá Trump. Men tá reiðarin í Klaksvík skuldi geva arbeiðsfólki tryggar karmur og hótti við at steinga Kósavirkið, um hann ikki fekk tað eftir sínum høvdi, ja, tá fór kringvarpið glaðbeint norður at halda mikrofonini. Ella er nú umvent. Kringvarpið royndi at bjarga vinstravendu samgonguni við at royna at krógva fyri Føroya fólki, hvørjar ætlanir samgongan hevur á fiskivinnuøkinum, men at bjóða Høgna og Bárði í studio og ikki bjóða Jacob tá var lag á manni. Men eitt kunnu vit so frøast um ella kanska skulu heldur ikki frøast um tað altjóða kvinnudagur var hesa vikuna. Fyrr var dagurin kvinnustríðsdagur. Ja, og hvat gjørdi Kringvarpið jú teimum so líkt tosaði næstan bara við kvinnur um kvinnudagin. Lagt til rættis Øssur Winthereig Tónleikatiltakið Faroese Music Awards FMA í Norðurlandahúsinum í annaðkvøld fer at seta dám á vikuskiftið, men onnur tiltøk verða eisini. FMA verður í annaðkvøld, men longu í kvøld er eitt undantiltak í Reinsarínum í Havn, har ymiskar tónleikaframførslur eru á skránni. Fyrst hitta vit Boga Andreasen, ið er ein av teimum, sum skipa fyri tiltakið Upptakt til FMA . Eisini práta vit við ein av fyriskiparunum í FMA, um hví tað er umráðandi at hava eitt slíkt tiltak. Fleir ung eru tilnevnd. Eitt nú práta vit eisini við Benjamin Rajani og Jenny Kragesteen, ið eru sera spent til FMA kvøldið. Tað er torført hjá teimum at greiða frá, hvat tey vænta av kvøldinumn, og tí prát vit eisini við onkur, sum hava veirð tilnevnd fyrr. Eitt nú tosa við Sigmund Zachariasen, ið spælir við í Ranchus. Bólkurin varð tilnevdnur í seinastra ár fyri eitt av teirra videoløgum. Hans Marius Ziska vann ikki bert eina, men tvær virðislønir í seinasta ár. Hann greiðir eisini frá, hvussu tað er at vinna eina slíka virðisløn. Eisini kundi hann leggja afturat, at hann er farin í holt við eina nýggja fløgu. Fiskivinnugrunnurin skal fíggja menning, nýskapan, gransking, royndir og verkætlanir í fiskivinnuni. Ætlanin er, at vinnan í minsta lagi letur grunninum eins nógvar pengar sum landskassin. Tá løgtingið viðgjørdi serstøku treytirnar fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti og botnfiski í Barentshavinum í apríl í fjør, samtykti løgtingið eitt broytingaruppskot, sum mælti landsstýrismanninum til at seta tíggju prosent av inntøkunum frá uppboðssøluni í 2016 til fiskivinnugransking og fiskivinnumenning. Tíggju prosent av tí eru seks milliónir krónur , sum nú skulu í Fiskivinnugrunnin sambært lógaruppskotinum. Men uppskotið fær ikki undirtøku allastaðni. Granskingarráðið heldur tað ikki vera neyðugt at stovna nýggjan grunn, tí verandi grunnur hevur lógarkarmarnar og royndirnar til ætlaða endamálið hjá Fiskivinnugrunninum. Granskingarráðið mælir í staðin til, at Granskingargrunnurin verður uppraðfestur, tí hann er av álvara afturúrsigldur seinnu árini. Løgmansskrivstovan heldur tað vera undranarvert, at Fiskimálaráðið við hesum lógaruppskotinum ætlar at gera ein nýggjan grunn. Løgmansskrivstovan heldur, at Fiskimálaráðið eigur at grundgeva meira fyri, hví ráðið heldur, at ein nýggj kós skal haldast í hesum máli, og hví vanlig játtan í fíggjarlógini á hvørjum ári ikki longur er nøktandi. Fiskivinnuráðið tekur undir við uppskotinum, tó ikki umboðið hjá Fiskimannafelagnum. Hinir spurningarnir snúgva seg um hvørt man sleppur at lúgva um kyn ella tal, tá man ber barn undir belti ella ikki, og um hvat tað ger við dynamikkin í familjuni, at onnur dótturin býr heima við sínum børnum. Altso snúgva allir spurningarnir í dag seg so ella so um børn og familjuviðurskifti hesum viðvíkjandi. Óluva í Gong, forkvinna, metir, at høvuðsorsøkin til høga talið av illgruna um strongd, eru orsakað av nógvu effektiviseringunum og broytingum í heilsuverkinum. Samanbrestir hava verið millum mótmælismólk og løgregluna í Rotterdam eftir diplomatsku kreppuna millum Niðurlond og Turkaland, tí ein turkiskur ráðharri fekk noktað at halda røðu á einum fundi, sum turkar í Rotterdam vóru komnir saman til. Ráðharrin var aftaná vístur úr Niðurlondum. Turkiski familjumálaráðharrin, Fatma Betul Sayan Kaya, var komin at halda røðu í Rotterdam fyri turkum, búsettir har, men sum hava atkvøðurætt í Turkalandi til fólkaatkvøðuna 16. apríl, tá turkiska fólkið skal taka støðu til, um tað skal geva Recep Tayyip Erdogan, forseta, víðkaðar heimildir at stjórna landinum uttan um tjóðartingið. Alment hava niðurlendskir myndugleikar tó sagt, at turkisku fundartiltøkini í Niðurlondum kunnu órógva tjóðartingsvalið í Niðurlondum, sum verður fyrsta dagin. Turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan, er í øðini um, at familjumálaráðharrin í stjórn hansara er vístur úr Niðurlondum og hevur sagt myndugleikarnar har ikki vera annað enn nazistiskan og fasistiskan eftirburð. Framman undan høvdu Niðurlond forða fyri at turkiski uttanríkisráðharrin, Mevlut Cavusoglu, kom til landið við flogfari. Hann er í staðin farin til norðurfranska býin Metz, har hann skal halda røðu á fundi, ið verður fyriskipaður har. Tað var um fimm tíðina í morgun, at løgreglan fekk boð um, at fleiri mans vóru farnir til hendurs á einum skeinkistað á Skálafjørðinum. Tveir løgreglubilar fóru á staðið, og gjørdu síðani av at senda tríggjar mans á Klaksvíkar sjúkrahús, tí teir høvdu fingið løstir. Eisini í Vági fóru tveir mans til hendurs í einum húsum um midnáttarleitið í gjárkvøldið. Politiið varð boðsent, men tá løgreglan kom á staðið, vóru menninir kølnaðir, so meir verður ikki gjørt við ta hendingina. Í nátt komu fleiri mans eisini til ilnar á einum skeinkistaði í Havn. Tveir løgreglubilar fóru á staðið, og tað gekk skjótt, so kølnaðu menninir aftur. Onkur klæðir vóru skrødd, men annars stóðst eingin skaði av hendingini og einki mál spyrst burturúr hendingini. Borgararættindini í Bretlandi og Evropa verða ovast á skránni, tá samráðingarnar byrja um viðurskiftini aftaná at Bretland er farið úr ES. Tað sigur bretski ráðharrin David Davis, ið hevur ábyrgdina av málinum. Nógvir ES borgarar búgva í Bretlandi, ikki minst eystur evropearar, til dømis pollendingar, ið eru komnir til Bretlands at arbeiða. Og á sama hátt eru nógvir bretar bússettir í ES londum ikki minst teir, ið eru fluttir til Suðurspania sum pensiónistar. David Davis segði í samrøðu við BBC í morgun, at bretska stjórnin fyrireikar eina tilbúgvingarætlan, um tað ikki eydnast Bretlandi at fáa eina nóg góða avtalu við ES. Í morgin fer bretska Undirhúsið aftur at viðvera lóggávuna um afturtøku treytirnar, eftir at Yvirhúsið hevur kravt, at ES borgarar í Bretlandi verða betri vardir fyri broytingum, sum uppsøgnin av bretska ES limaskapinum kann hava við sær. Haraftrat hava lordarnir í Yvirhúsinum kravt, at bretska stjórnin skrivliga bindur seg til at geva parlamentinum rætt at atkvøða um endaligu treytirnar, áðrenn Bretland fer úr ES. Men Theresa May, forsætisráðharri, vil ongar bindingar hava lagdar á seg undan samráðingunum, og tí skal Undirhúsið enn einaferð taka støðu til lógaruppskotið, nú Yvirhúsið hevur broytt tað. Theresa May hevur tó sagt, at parlamentið fer at fáa ávirkan, men sum forsætisráðharri fer hon heldur frá samráðingarborðinum enn at góðtaka eina vánaliga avtalu. Og góðtekur Parlamentið ikki úrslitið, hon leggur fram, ætlar hon sær ikki aftur til Brússel, sigur hon. Samtykkir Undirhúsið lógina í morgin eru hugsandi, at Theresa May, forsætisráðharri, longu týsdagin kemur við formligi fráboðanini, at Bretland sigur upp ES limaskapin, og frá tí degi byrjar tilgondin, sum fyriskrivað er í grein 50 í viðtøkunum, tá eitt limaland sigur upp limaskapin. Tað gongur væl í Íslandi, og í fjør var búskaparvøksturin 7,2 prosentstig, vísir ein fyribilsuppgerð. Tað var serliga seinasta partin av árinum, at tað gekk væl, og í seinasta fjórðingsárinum var vøksturin 11,3 prosentstig. Búskapurin er vaksin 10 prosent síðani fíggjarkreppuna í 2008. Tá var landið um at fara á húsagang, og mátti biðja altjóða valutagrunnin, IMF, um lán. Í oktober í 2015 var lánið afturgoldið, og tað var fyrsta lánið, sum IMF lat nøkrum landi í vesturheiminum í 20 ár. Íslendski búskapurin veksur, hóast Rusland hevur sett bann fyri innflutningi av fiski úr m.ø. Íslandi. Haraftrat lækkar prísurin á aluminium, sum Ísland útflytir nógv av. Nógvu ferðafólkini leggja hópin av peningi eftir seg í Íslandi, og fyri fyrstu ferð síðani farið varð undir at føra hagtøl, í 1945, kann Ísland vísa á, at tænastuvinnurnar kasta meir av sær enn útflutningurin. Í fjør vóru tænastuvinnurnar 27 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni. Ferðavinnan veksur við einum triðingi um árið. Vanliga liggur Kina ovarlaga, tá talan er um búskaparvøkstur, men í fjør var búskaparvøksturin í Kina 6,7 prosentstig, heldur minni enn tann íslendski. Tað var kortini nógv, tí í londunum vestanfyri var búskaparvøksturin bert 1,7 prosentstig. Danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, hevur heitt á turkiska forsætisráðharran, Binali Yildirim, um at útseta ætlaðu ferð sína til Danmarkar. Kreppan millum Turkaland øðrumegin og Týskland og Niðurlond hinumegin er orsøkin til áheitanina á turkiska forsætisráðharran um ikki at koma til Danmarkar 19. mars, sigur danska forsætismálaráðið. Undir vanligum umstøðum hevði tað verið mær ein gleði at tikið ímóti turkiska forsætisráðharranum, sum eg hitti í Ankara 10. desember. Men fundurin fer uttan iva at verða merktur av turkiska áganginum á Holland, og tí havi eg skotið upp, at fundurin okkara millum verður útsettur, sigur danski forsætisráðharrin. Lars Løkke Rasmussen vísir við hesum á diplomatisku kreppuna, sum er íkomin eftir at turkiski familjumálaráðharrin varð vístur úr Niðurlondum. Ráðharrin var komin til Rotterdam at halda røðu fyri turkum, sum búgva har, men sum hava atkvøðurætt á teirri fólkaatkvøðu í Turkalandi, sum skal geva forsetanum, Recep Tayyip Erdogan, størri vald. Fyrireikararnir hava fingið forboð fyri at halda hesar fundir, og tað fekk øði í turkiska forsetan, sum afturfyri hevur samborið stjórnirnar í Niðurlondum og í Týsklandi við nazistisku valdsharrarnar á sinni. Hendan turkiska lýsing av tí fólkaræði, londini vestanfyri hava, og álopið á Niðurlond, kundu elvt til ta misskiljing um fundurin millum Danmark og Turkaland varð hildin nú at Danmark ikki heldur støðuna í Turkalandi vera so álvarsliga, sigur danski forsætisráðharrin. Men tvørturímóti stúrir danska stjórnin fyri gongdini í Turkalandi, har fólkaræðið er undir stórum trýsti. Undir vanligum umstøðum hevði tað tó ikki tarnað einum fundi okkara millum, men hevði gjørt hann enn meira átrokandi, sigur Lars Løkke Rasmussen. Tey eru Kim Jacobsen og Barbara Pállsdóttir Vang. Kim Jacobsen er dani, og hann hevur arbeitt í NordeaBank. Barbara Pállsdóttir Vang er løgfrøðingur og nevndarlimur í Íleggingargrunninum. Nevndin verður tí víðkað, tí bara ein nevndarlimur, Súsanna Poulsen, tekur ikki við afturvali. Stine Bosse, Rúni Vang Poulsen og Jógvan Jespersen hava boðað frá, at tey vilja halda fram í nevndini. Tað gevur eitt sindur at vera í nevndini hjá BankNordik. Forkvinnan, Stine Bosse, fær 600.000 krónur um árið. Næstformaðurin, Rúni Vang Poulsen, fær 400.000 krónur og hini í nevndini fáa 200.000 krónur í part um árið. Á aðalfundinum 31. mars fer nevndin at skjóta upp, at vinningsbýtið í ár verður 300 milliónir krónur Tað eru 30 krónur fyri hvørt partabrævið á 20 krónur. Síðani hevur Teistin verið á beding og er royndarsigldur, men ikki fyrr enn í nátt, varð greitt, at skipið kundi fara í sigling aftur. Avmarkingarnar, sum hava verið galdandi fyri persónar, fyritøkur og pensjónsgrunnar, fara úr gildi nú, boðar íslendska stjórnin frá. Tá tríggir teir størstu bankarnir í landinum fóru av knóranum vórðu avmarkingar settar í gildi fyri gjaldoyra, millum annað fyri at stuðla krónuni og forða útlendskum íleggjarum at flyta pening úr landinum. Seinastu árini hava ásetingarnar elvt til trupulleikar hjá fyritøkum, sum hava deildir í útlondum, og tað hevur gjørt landið minni áhugavert fyri útlendskar íleggjarar, skrivar svt. Sambært fyribilstølum, vaks íslendski búskapurin 7,2 prosent í fjør. Íløgur, vanliga peninganýtslan og vaksandi ferðavinnan eru orsøkin til stóra vøksturin, skrivar svt. Arbeiðsloysið er umleið trý prosent, og landið hevur tamarhald á inflatiónini, skrivar Bloomberg. Ferðavinnan er vaksin nógv síðani 2010, tá nærum ein hálv miljón fólk vitjaðu í Íslandi. Í 2015 vitjaðu 1,3 miljónir og í fjør 1,8 miljónir útlendsk ferðafólk. Ferðavinnan stendur fyri 31 prosentum av innflutings inntøkunum. Í fremmandum gjaldoyra vóru inntøkurnar frá ferðavinnu størri enn bæði fiskivinnan og aluminiumverkini tilsamans, skrivar svt. Omri Galperin er 41 ára gamal, og hevur framleitt ost í 15 ár. Hann og familja sín eru úr Ísrael, men hava síðsta árið búð í Føroyum. Dreymur hansara er at lata ostahandil upp í Føroyum. Umframt at gera ost skrivar hann eina bók, spælir trummur og kennir seg sum eitt slag av vegleiðara fyri fólk, ið ferðast millum Føroyar og Ísrael. Hann hevur ferðast nakrar ferðir til Føroya. Men í fjør fekk konan møguleika, at arbeiða í Føroyum í eitt ár og tey valdu at taka av. Omri veit ikki hvaðar leiðin gongur nú. Men hann vónar, at tað gerst møguligt, at lata upp ostahandil í Føroyum og vera verandi eina tíð afturat. Nú nógv hevur verið at hoyrt um asimutin á Teistanum, hevur morgunsendingin fingið fyrispurning um, hvat ein asimutur er. Vit hava fingið simulatorlæraran á Vinnuháskúlanum, Pól Nikláa Thorkilshøj, at greiða frá. 24 ára gamla Sofía Øreg rd, sum hevur asperger, gongur í serflokkinum, og Oggi Lamhauge er ein av trimum í mentortoymi, ið er knýtt at flokkinum. Hóast karantena, skaðar og avboð hava gjørt tað torført hjá Lars Olsen, landsliðsvenjara, at úttaka hópin hesaferð, so heldur hann, at Føroyar eru favorittar at vinna móti Andorra. Skulu Føroyar vinna krevur tað tó, at liðið spælir sítt besta spæl. Gera Føroyar ikki tað kunnu vit tapa fyri Andorra, sigur Lars Olsen. Gunnar Nielsen, FH ÍSL Teitur M. Gestsson, HB Símun Rógvi Hansen, NSÍ Jónas ór Næs, ÍBV ÍSL Atli Gregersen, Víkingur Hørdur Askham, KÍ Jóhan Troest Davidsen, HB Odmar Færø, B36 Bárður Hansen, NSÍ Viljormur Davidsen, Vejle BK DAN Rógvi Baldvinsson, Bryne NOR Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ Gilli R. Sørensen, SK Brann NOR Hallur Hansson, AC Horsens DAN Kaj Leo í Bartalsstovu, ÍBV ÍSL Sølvi Vatnhamar, Víkingur Jóannes Bjartalíð, KÍ Jóan Símun Edmundsson, OB DEN Klæmint Olsen, NSÍ Páll Klettskarð, KÍ Ítróttarsambandið fyri brekað hevur fingið innbjóðing úr Lettlandi at luttaka í Bocciekapping. Boccie er ein variantur av spælinum boccia, sum er meira vanligt spæl í Føroyum. Tí føroyskuu bocciaspælararnir hava roynt seg í boccie, og hava tí góðar vónir til leikirnar í Lettlandi. Á landsfundi floksins leygardagin segði formaður floksins, Bárður á Steig Nielsen, at felags leiðsla í øllum sjúkrahúsverkinum er eftir hansara tykki skilagóður tanki. Hann staðfesti tí tað, sum undanmaður hansara, Kaj Leo Holm Johannesen, segði fyri tveimum árum síðani. Hann segði tá, at vit skulu hava eitt heilsuverk og eina leiðslu. Men Sambandsflokkurin er rúkandi ósamdur við samgonguna um stjórnarskipanina. Støðan hjá Sambandsflokkinum er krystallklár, segði Bárður á Steig Nielsen á landsfundinum leygardagin. Vit halda okkum sjálvandi til felags grundlógina í ríkinum, segði formaður Sambandsfloksins. Eingin skal ivast í, at Sambandsflokkurin stríðist av øllum alvi móti tjóðveldisgrundlógini, segði Bárður á Steig Nielsen. Føroyar kunnu ikki hava tvær grundlógir, segði hann. Formaðurin í Sambandsflokkinum legði eisini samgonguna undir at taka uppskotið hjá Sambandsflokkinum um fiskivinnunýskipan og gera tað til sítt egna uppskot. Vit kunnu velja at kæra okkum um, hví samgongan fyrst kopierar okkara skipan og síðani avbronglar hana, segði Bárður á Steig Nielsen og legði afturat, at ella kunnu vit fegnast um, at okkara skipan hevur vunnið hevd, og so brúka komandi tíðina til at rætta skeivleikarnar, sum samgongan hevur kroyst inn í okkara skipan. Lat tað vera púra greitt, segði formaður Sambandsfloksins, Sambandsflokkurin hevur ikki havt sum mál at hjálpa samgonguni við at yvirliva í málinum um fiskivinnunýskipan. Felagið hevur avgjørt at sleppa ætlanini um at flúgva millum Aberdeen og Føroyar í summar. Tað váttar Ian Ritchie hjá LoganAir, sum Flybe skuldi flúgva fyri, í dag. Vága floghavn hevur eisini fingið at vita, at Flybe kemur ikki í ár, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri. Flybe skuldi flúgva fríggjadag og sunnudag frá 26. mai til eina ferð í september. Sum skilst var áhugin fyri leiðini ikki nóg stórur. Og tað var eisini trupult at útvega ferðafólki hotell kamar í Føroyum í summar. Flybe hevði annars fingið loyvi at flúgva til Føroya. Fyrstiráðharrin í Skotlandi, Nicola Sturgeon, fer í næstu viku at biðja skotska tingið um heimild at arbeiða fyri einari nýggjari fólkaatkvøðu um at loysa frá Bretlandi, skrivar Reuters. Sturgeon sigur, at stendur tað til hennara, verður fólkaatkvøðan á heysti í 2018 ella á vári í 2019. Á tíðindafundi í Edinburgh segði skotski fyrstiráðharrin, sambært BBC, at skotska fólkið skal sleppa at velja at fara burtur úr ES saman við Bretlandi, ella um Skotland skal gerast sjálvstøðugt land. Hon fer tí at biðja tingið um at fáa boð eftir grein 30, so fólkaatkvøðan kann setast í verk. Tá bretar atkvøddu um at fara burtur úr ES, var stórur meiriluti í Skotlandi fyri at varðveita limaskapin í ES. Nicola Sturgeon segði á tíðindafundinum, at skotska royndin at fáa eina seravtalu við ES, hevur verið sum at renna seg í ein múr, tí bretska stjórnin hevur ongan vilja. Tí hevur fyrsti ráðharrin í Skotlandi, Nicola Sturgeon, gjørt av at bera skjótt at, til tess at tryggja Skotlandi nýggja fólkaatkvøða, áðrenn samráðingarnar um Brexit enda. Vit hava Also til børn. Børn seta spurningar og barnapanelið sigur sína hugsan. Tey sum sita í panelinum eru Inga Simonsen, Halla á Lofti, Mattias Lauritsen og Hanus undir Leitinum. Vit takka 6.flokki í skúlanum á Argjahamri. Í kvøld hoyra vit millum annað Norrønavalsin við Harmonikuliðnum úr Klaksvík og Pejsegutten Reinlender við Sjúrða Strøm. Lagt til rættis Hanna og Terji Jakobsen. Talan er um ein yvirskipaðan sáttmála fyri handilsskip og tveir sersáttmálar fyri frálandaskip. Sáttmálarnir eru galdandi til 1.mars 2019. Samanumtikið hækka lønin og eftirlønin 2,2 prosent í ár og 2,3 prosent næsta ár. Eftirlønin hækkar eitt prosentstig hvørt árið og kemur upp í tíggju prosent næsta ár. Hetta er sama hækking sum í sáttmálanum millum Maskinmeistarfelagið og Reiðarafelagið fyri farmaskip. Samráðingarnar millum Reiðarafelagið fyri farmaskip og Skipara og navigatørfelagið eru ikki lidnar. Tær halda fram í dag. Bretskir miðlar vænta, at Theresa May, forsætisráðharri, longu í morgin fer at seta í gildi nógv umrøddu grein 50 í ES sáttmálanum. Bretska yvirhúsið, House of Lords, hevur tvær ferðir víst brexit lógini hjá stjórnin aftur. Meirilutin í yvirhúsinum vil hava, at ES borgarar, búgva í Bretlandi, skulu fáa størri rættindi. Yvirhúsið vil eisini hava parlamentið at atkvøða um avtaluna millum ES og Bretlandi. Í dag fer undirhúsið, House of Commons, væntandi at senda lógina aftur til yvirhúsið. Góðtekur yvirhúsið lógina, kann Theresa May senda áheitanina um at loysa Bretland úr samveldinum til ES. Men viðgerðin í parlamentinum verður drúgv. Theresa May hevur sagt, at grein 50 í samveldissáttmálanum verður sett í gildi seinast í hesum mánaðinum. Tá Bretland hevur sagt samstarvið við ES upp, hava partarnir tvey ár at gera ein sáttmála um, hvussu viðurskiftini millum Bretland og ES skulu verða í framtíðini. Theresa May hevur lovað veljarunum, at Bretland fer at taka seg úr ES, sama um tað eydnast fáa eina avtalu við ES ella ikki. Bretski uttanríkisráðharrin, Boris Johnson, segði í gjár, at tað er í lagi, um tað ikki eydnast fáa eina avtalu. Avleiðingin verður ikki so álvarsom, sum mong vænta, sigur Boris Johnson. Formaðurin í landsstýrismálanevndini hevur heitt á landsstýrismálanevndina um at kanna um Høgni Hoydal tosaði satt, tá hann fekk ein ófráboðaðan spurning í løgtinginum um Anti trust regluna í uppskotinum um fiskivinnunnýskipan. Fýra mál vóru á skrá hjá nevndini, men ikki øll vóru viðgjørd. Sambært Jógvani Skorheim viðgjørdi nevndin kæruna hjá Jørgeni Niclasen um Høgna Hoydal, um at hann hevur tikið makrelkvotur aftur og latið tær til fiskivinnuroyndir, umframt eina kæru frá Jacob Vestergaard um Aksel V. Joahnnesen, har hann vil vera við, at Aksel V Johannesen leyg í tinginum, tá hann segði, at hann ikki hevði verið partur av handli við veiðuloyvum. Harumframt tók nevndin støðu til eina áheitan frá formanninum Jógvan Skorheim, sum vil hava nevndina at kanna um Høgni Hoydal segði satt í tinginum mikudagin, tá hann fekk ein ófráboðaðan fyrispurning frá Óluvu Klettskarð, tingkvinnu fyri Tjóðveldi. Óluvá Klettskarð vildi vera við, at Anti trust reglan í fiskivinnunýskipanini merkir, at reiðarin Hanus Hansen má niðurlaða sítt virksemi. Høgni Hoydal segði, at reglan ikki rakar aftur eftir einans framtíðarvirksemi. Lena Anderssen og útgáva hennara Eagle in the Skye vóru heilt stóri vinnarin við heili fýra virðislønum. Ársins húsi, sum Ann Mari Egholm hevur gjørt, ársins útgáva, ársins songkvinna og so vann Niklas Johannesen, maður Lenu, ársins framleiðara virðislønina. Teistin hevur verið til umvælingar síðani 5. mars. Illveður er og sambært heimasíðuni hjá Strandferðsluni fer Smyril av Krambatanga nú klokkan sjey og av Havnini suður aftur klokkan hálvgum sjey í kvøld. Á politistøðini í Havn hava tey bara fingið eina fráboðan um skaða. Hon kom klokkan stívliga hálvgum sjey í morgun úr Haraldssundi, har ein partur av tekjuni á einum sethúsum reiv. Løgtingið fer í dag at viðgera uppskotini frá Sambandsflokkinum, um at tað skal verða ókeypis at koyra í Vágatunlinum og Norðoyatunlinum, eins og í øðrum tunlum í landinum. Sambandsflokkurin skjýtur upp, at Vágatunnilin og Norðoyatunnilin verða latnir landinum ókeypis ávikavist 1. mai í ár og 1. mai næsta ár. Og somu dagar fellur bummgjaldið burtur. Flokkurin sigur, at í galdandi lóg um Vágatunnilin stendur, at tá lánini eru afturgoldin, skulu undirsjóvartunlarnir í almenna vegakervið. Men tað heldur landsstýrið ikki. Tað vil eisini hava partapeningin hjá landinum aftur fyrst. Fyri at fáa landskassanum pengar til at reka teir báðar undirsjóvartunlarnar, tá bummgjaldið er strikað, mælir Sambandsflokkurin samstundis til at hækka vektgjaldið og gjaldið á bensini og dieseli. Sambandsflokkurin væntar eisini, at tríggjar milliónir krónur verða spardar, tá feløgini, sum hava umsitið tunlarnar, verða tikin av. Skúlarnir brúka pengar, sum teir fáa frá landinum, til slíkt, sum kommunurnar eiga at gjalda fyri. Rigmor Dam, landsstýriskvinna, sigur við Skúlablaðið, at landið letur skúlunum pengar til KT vørðir. Men í staðin fyri at brúka pengarnar til tað, teir eru ætlaðir, og tað er til at arbeiða námsfrøðiliga við kunningartøkni, at undirvísa, brúka skúlarnir pengarnar til at røkja tólini. Men hesa røktina eiga kommunurnar at gjalda. Síðstu árini hava nógvir skúlar gjørt stórar íløgur í kunningartøkni. Hvørja ferð, ein kommuna keypir teldur ella teldlar, letur Mentamálaráðið tímar til KT vørðir. Men hesir pengar verða brúktir til at røkja teldurnar. Pengarnir til røktina eiga at koma frá kommununum, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna. Telduútbúnaður er øki og ábyrgd hjá kommununum. Pengarnir, sum koma frá Mentamálaráðnum, skulu brúkast til at undirvísa. At broyta hesi viðurskifti er spurningur, sum skal viðgerast millum land og kommunur, sigur landsstýriskvinnan við Skúlablaðið. Eg kann bara staðfesta, at tað er ógvuliga harmiligt, at vit nýta so nógvar pengar til at røkja tól, sum heldur áttu at farið til námsfrøði. Tað er burtur úr vón og viti, at lærarar skulu brúka tíð til at røkja tól. Teirra uppgáva er at undirvísa. Uppgávan at røkja tólini eigur at liggja hjá fólki, sum hevur skil fyri slíkum, sigur Rigmor Dam við Skúlablaðið. Nógv hevur verið kjakast um landsroyndir í fólkaskúlanum. Skulu hesar royndir vera talgildar, tá ið tað ferð eftir ferð eru tøkniligir trupulleikar Hvat er endamálið við landsroyndini og hvussu verður við royndini í vár Guðrin Dalsgarð Bjørk er vertur. Hon hittir Regin Marnerson, sum er stjóri Námi og Próvstovuni. Hans Fróði Jensin, sum er telduvørður í skúlanum á Argjahamri, hann sigur sína hugsan. Hákun Haraldson og Gunnar Reynslág ganga í 6.flokki í skúlanum á Argjahamri, og teir greiða frá, hvussu tað er at vera til landsroynd. Andres Jacobsen og Brian Samson blivu valdir ársins íverksetar 2016 við fyritøkuni, Polar Films Entertainmenrt, sum teir settu á stovn í 2012. Tað hevur gingið væl, sigur Andres, tí vit elska tað vit gera. Hvør hevur víst nýhugsan, árræði og dirvi í árinum sum fór Hvør heldur tú hevur uppiborið heiðurin sum Ársins Íverkseti Tað eru spurningar, sum verða svaraðir 31. mars í Østrøm í Havn. Tá er ársins íverksetaradagur. Landsstýrismaðurin í vinnumálum vil hava Løgtingið at broyta lógina um djórasjúkur, so upplýsingar um laksalús, heilivág og aðrar hættir, sum verða brúktir í stríðnum móti laksalúsini, gerast almennar á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Hvussu tað skal gerast og hvussu nógv skal verða alment verður ásett í kunngerð, sum Vinnumálaráðið ger. Sambært lógaruppskotinum kunnu avgerðir hjá Heilufrøðiligu starvsstovuni um tiltøk og hoyringarskriv um tiltøk eisini verða almannakunngjørd á heimasíðuni. Í TF Holding eru Eik banki, Tryggingarfelagið Føroyar, Betri pensjón, INNI og nøkur ognarfeløg og íløgufeløg. Eik banki gav nógv mest í fjør, 167 milliónir eftir skatt, sum eru nógv meira enn væntað. Orsøkin er í høvuðsheitum munandi betri kursjavningar og minni niðurskrivingar enn mett. Harafturat hevur góða gongdin hjá leysliga atknýttum felag havt við sær eina munandi hægri virðismeting enn áður. Tryggingarfelagið Føroyar hevði knappar 40 milliónir krónur í avlopi eftir skatt í 2016. Saman við endurtryggingarvirkseminum gav skaðatryggingarvirksemið hjá samtakinum tó eitt hall upp á 24 milliónir krónur eftir skatt. Orsøkin er serliga ringu ódnirnar, sum vóru um jólini. Pensjóns og lívstryggingarvirksemið hjá samtakinum høvdu seks milliónir krónur í avlopi eftir skatt. Annað virksemið hjá TF Holding gav 48 milliónir krónur í avlopi eftir skatt í fjør. Hetta var nógv minni enn í 2015, tá avlopið var 153 milliónir krónur. Eginpeningurin hjá TF Holding er 2,8 milliardir krónur. Solvensurin er 40,7 prosent. Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum vildi í Løgtinginum hava at vita frá Ruth Vang, um hon heldur, at privati marknaðurin virkar, sum hann skal. Flogfelagið fer at leiga ein Airbus 320 í staðin fyri flogfarið, sum felagið hevur leigað í nøkur ár. Tað flogfarið er ein Airbus 319, sum tekur 24 færri ferðafólk enn Airbus 320. Airbus 320 tekur 168 ferðafólk. Flogfarið, sum Atlantic Airways nú leigar, kemur í summar. Tað er okkurt um tíggju ára gamalt og hevur flogið fyri Aeroflot. Atlantic Airways eigur tvey flogfør, ein Airbus 319 og ein 320. Sambært sáttmálunum hjá jarðfeingi fer stovnurin frá góðum 86.000 krónur um mánaðin í húsaleigu til 74.000 um mánaðin í minni hølunum. Uppskotið hjá Poul Michelsen, landsstýrismanni, um at seta á stovn filmshús fær sum heild góða undirtøku í tinginum, men summi tingfólk seta spurnatekin við, um tað er rætt, at málsøkið liggur bæði hjá Uttanríkis og vinnumálaráðnum og Mentamálaráðnum. Ein millión krónur er sett av á fíggjarlógini í ár til filmshús á kontu hjá Uttanríkis og vinnumálaráðnum. Undir Mentamálaráðnum eru tvær milliónir krónur játtaðar í ár til stuðul til mentan, film og list. Sambært uppskotinum skal Filmshúsið savna og miðla vitan um film, filmsvinnu og filmsførleikar í Føroyum, so at bæði føroyskar og útlendskar framleiðslur kunnu verða settar í verk. Í fyrstuni verður ikki stórur tørvur á hølum til Filmshúsið. Nóg mikið er við einari skrivstovu til leiðaran umframt atgongd til fundarhøli. Arbeitt verður fram ímóti, at virksemið hjá Filmshúsinum verður saman við filmsverkstaðnum Klippfiski. Skotið verður upp at seta eitt stýri fyri Filmshúsið, sum landsstýrismaðurin tilnevnir, og Filmshúsið skal hava sjálvstøðuga játtan á figgjarlógini. Uppskotið um filmshúsið er farið í vinnunevndina til viðgerðar. Bæði yvirhúsið og undirhúsið hava samtykt, at Theresa May kann seta grein 50 í ES sáttmálanum í gildi, sum ber í sær, at farast kann undir samráðingar um at taka Bretland úr evropeiska samveldinum. Stórur meiriluti var í undirhúsinum fyri lógarbroytingini, 335 atkvøður voru fyri og 287 ímóti. Yvirhúsið hevur roynt at skoyta treytir upp í lógina, til tess at tryggja rættindi hjá ES borgarum í Bretlandi, men undirhúsið tók ikki undir við tí. Tað var bretski hægstirættur, sum kravdi, at parlamentið skuldi góðkenna at taka Bretland úr ES, eftir at ein meiriluti á fólkaatkvøðu atkvøddi fyri Brexit. Theresa May, forsætisráðharri, hevur gjørt greitt, at hon fer at taka Bretland úr ES, og at grein 50 í ES sáttmálanum verður sett í verk seinast í hesum mánaðinum. Útgerðin, sum millum annað fevnir um ein borivogn aftrat og aðra útgerð, sum skúrar og annað, er ávegis til Føroya við farmaskipi hjá Smyril Line. Útgerðin kemur úr Noreg. Illveðrið, sum er í løtuni, darvar ferðini, so skipið er farið inn í Hirtshals at bíða eftir betri veðri, upplýsir stjórin í Eysturoyar og Sandoyartunlinum, Teitur Samuelsen. Skipið verður í Føroyum um vikuskiftið við útgerðini og so verður farið undir at fyrireika at seta á at bora norðan fyri Hvítanes. Tað arbeiðið byrjar væntandi uppundir páskir, sigur Teitur Samuelsen. Hesa vikuna kemur eisini ferð á at bora Eysturoyartunnilin á Strondum. Síðani arbeiðið byrjaði hevur verið arbeitt varliga, men nú er komið somikið ávegis, at nú verður borað og sprongt alt samdøgrið. Tey, sum arbeiða í tunlinum, arbeiða 12 tíma vaktir, og talan er bæði um føroyingar og útlendingar, upplýsir stjórin, Teitur Samuelsen. Bústaðir áttu heldur at fingið møguleikan at lána pengarnar beinleiðis frá lánveitaranum. Tað halda bæði Bústaðir og peningastovnarni Tað er føroyska rúsdrekka í Íslandi, sum ætlanin er at framleiða í Føroyum. Fleiri hoyringarskriv eru komin, tó einki frá Fólkaheilsuráðnum, tí ráðið hevur rætt og slætt ikki fingið málið til ummælis. Arbeiðsloysisskipanin hevur í løtuni lutfalsliga gott gjaldføri, og so at siga alt hetta gjaldførið er sett í útlendsk virðisbrøv, har stórur partur er donsk lánsbrøv. Tað er ikki óhugsandi, at ALS hevði flutt nakað av hesum gjaldføri til Føroya og í staðin fyri at fíggja donsk sethús, hevði brúkt ein part av gjaldførinum at fíggja bygging av leiguíbúðum í Føroyum, sigur ALS í hoyringssvari til Fíggjarmálaráðið. Undantaksstøða er í New York og har um leiðir, kavaódn Stella herjar. Tey vænta hálvan meur av kava og nógvan vind. Millum annað eru allir skúlar í New York býi, Boston og Connecticut stongdir. SAS hevur avlýst øll flogfør millum Keypmannahavn og New York. Til samans eru 7.600 flogfráferðir í økinum avlýstar, sambært dr.dk. Kristina á Váli býr í býnum Montclair í New Jersey. Og hon hevur set okkum hesa heilsan fyri løtu síðan. Tað ber ikki til at siga í dag. Men um nakrar vikur heldur Hagstovan seg kunna boða frá, at fólkatalið í Føroyum fyri fyrstu ferð er farið upp um 50.000. Tann 1. februar vóru 49.935 fólk í Føroyum. Hóast tað var fyri hálvum øðrum mánaði síðani, ber ikki til at siga nú, at 65 fólk eru komin afturat netto síðani 1. februar. Hagstovan sigur, at fólkatalið verður funnið við at telja tey, sum eru skrásett at búgva í Føroyum. Tey eru skrásett í Landsfólkaskránni, sum fær sínar upplýsingar frá kommununum. Fødd og deyð eru oftast skrásett ein til tveir mánaðir eftir hendingina. Tað sama er at siga um fólk, sum flyta til Føroya og úr Føroyum. Í onkrum føri koma upplýsingar um flyting ikki fyrr enn fleiri mánaðir ella ár seinni. Hetta ger, at fólkatalið ikki er heilt eftirfarandi fyrr enn ein tíð er fráliðin. Tað merkir eisini, sigur Hagstovan, at fleiri føroyingar kunna gerast føroyingur nummar 50.000. Tað veldst um, nær verður hugt eftir skrásetingunum. Nú vit eru komin inn í hálvan mars, nærkast dagurin, tá vit kunnu siga, at vit eru 50.000 fólk í Føroyum, men enn ganga nakrar vikur afturat, sigur Hagstovan. Tað ger Fíggjarnevndin, so allur kjallarin kann gravast út, og ikki bara hálvur, sum landsstýrið mælir til í sínum uppskoti. Kjallarin, sum kemur afturat, kann brúkast til goymslu, sigur Fíggjarnevndin. Peningur verður í hesum umfarinum tó ikki játtaður til at gera høli til goymslu. Landstýrið mælir til at hækka játtanina frá 2013 til útbyggingina 144,1 milliónir krónur upp í 633,4 milliónir krónur. Men Fíggjarnevndin mælir til at fara heilt upp í 652,6 milliónir, so 18 milliónir verða brúktar til at grava hina helvtina av kjallaranum út og stoypa hana, og 1,2 milliónir verður brúktar til at umvæla venjingarhylin. Tað er neyðugt, heldur Fíggjarnevndin, nú landsstýriskvinnan ætlar, at endurvenjingin á Landssjúkrahúsinum skal styrkjast sum liður í menningarætlanini fyri sjúkrahúsverkið. Tey flestu, sum ætla sær hægri útbúgving, vilja nú taka útbúgvingina í Føroyum. Tað vísir ein kanning, sum Glasir hava gjørt. Fyri trimum árum síðani var støðan júst tann øvugta. Tá vildu tey flestu av landinum at lesa. Á heysti í 2014 vildu 29 prosent lesa í Føroyum og 44 prosent í Danmark. Nú vilja 40 prosent lesa í Føroyum og 36 prosent í Danmark. Orsøkin er, at nú eru fleiri útbúgvingar í Føroyum, sigur Glasir. Í kanningini eru næmingar seinasta árið í gymnasialum miðnámi spurdir. Tey eru 60 prosent kvinnur og 40 prosent menn. Tey flestu eru 19 ár. Góð 87 prosent svaraðu. Tey flestu vilja lesa til lækna og búskapur er nummar tvey. Niðast á listanum er gudfrøði. Fólk vórðu eisini spurd, um tey koma aftur til Føroya, tá tey eru liðug at lesa uttanlands. Heili 82 prosent svaraðu, at tey ætlaðu sær at flyta heim aftur til Føroya. Í fjør fekk politiið í Danmark fráboðan um 67 brot á revsilógina fyri hvørji 1000 fólk. Í Føroyum var talið bara 12 lógarbrot fyri hvørji 1000 fólk. Hagtølini eru aftur til 2008. Talið í fjør er tað minsta í Føroyum síðani tá. Lógarbrot hjá ungum eru sera fá í Føroym. Lógarbrotini eru helvtina færri nú enn fyri tíggju árum síðani. 2016 var fyrsta árið, har eingin undir 18 ár bleiv skuldsettur fyri harðskap í Føroyum, upplýsir politiið. Politiið heldur, at miðvís fyribyrgjandi átøk, sum millum annað SSP samstarvið ger, og, at politiið er sjónligari um kvøldið og um náttina, gera, at færri bróta revsilógina. SSP er samstarv millum skúlar, sosialar myndugleikar og politi. Sambært tølunum fyri 2016 vóru góð 20 prosent færri fráboðanir um harðskap í fjør enn í 2015. Tær vóru 80 í fjør. Innbrotini eru tó fleiri nú. Í fjør kom fráboðan um innbrot í miðal sætta hvønn dag. Í Føroyum er hálvtannað harðskapsmál fyri hvørji 1000 fólk. Tey eru fýra í Danmark. Eisini í ferðsluni var støðan partvíst betri í fjør enn í 2015. Ferðsluóhappini vóru 23 prosent færri í fjør. Men níggju prosent fleiri vórðu skuldsett fyri rúsdrekkakoyring í fjør. Skuldsetingarnar fyri onnur brot á ferðslulógina vóru 75 prosent fleiri í fjør. Tað er ilt at vita, hvat fer at henda við húsaprísunum, tá Eysturoyartunnilin letur upp, men í kommununi vænta tey ikki, at prísurin lækkar nakað serligt. Økið er attraktivt og nógv ung fólk búgva her, sigur trivnaðarsamskiparin og leggur aftrat, at kommunan strembar eftir at gera umstøðurnar hjá barnafamiljum so góðar sum gjørligt. Barbara Andreasen og Tjóðhild Patursson starvast á Visit Nólsoy. Tær fegnast um heiðurin, og gleða seg at taka ímóti ferðafólki í 2017. Visit Nólsoy hevur ment eitt tilboð, sum dregur ferðafólk til Nólsoynna sum ongantíð áður. Við øðrvísi tankagongd, nýskapanarhugi og framsýntum ætlanum hevur Visit Nólsoy sett Nólsoynna á ferðavinnukortið í Føroyum. Á Visit Nólsoy savna tey seg um tað staðbundna, tað burðardygga, røturnar, tað næra og vinarliga. Á ein nýggjan og øðrvísi hátt røkka tey kundaskaranum, leggja afturat virði til oynna og ikki slepst undan at blíva bitin av teimum. Hesa ferð hoyra vit kendar standardar av plátuni Chet Baker sings, It Could happen To You, sum kom út í 1958. Baker bleiv ein sonn heimsstjørna sum jazz sangari við hesari plátuni. Hann vann prísir sum besti trompetspælari framman fyri Miles Davis og Clifford Brown ímillum 1953 og 1956 í jazztíðarritunum DOWN BEAT og METRONOME. Ein 23 ára gamal maður er í Føroya rætti í dag dømdur eitt ár og fimm mánaðir fyri at hava smuglað hasj til Føroya. Maðurin varð handtikin í Vága floghavn 12. februar. Hann var skuldsettur fyri at hava ætlað at víðariselja hasjið, og fyri í samstarvi við onnur í Føroyum og í Danmark at hava roynt at smugla inn 9,857 kilo av hasi í kufferti sínum við flogfari úr Danmark til Føroya. Tað vóru tollarar í Føroyum, sum varnaðust hassjið. Ákæruvaldið kravdi fongsulsrevsing. Maðurin hevur sitið í varðhaldi síðani hann varð handtikin, fyrstu 14 dagarnar sat hann avbyrgdur. Maðurin játtaði seg sekan. Hann er ikki dømdur fyrr í málum av hesum slag. Men hann vildi ikki greiða frá, hvussu hann fekk hassjið, og hvussu hassjið skuldi býtast í Føroyum. Stóra nøgdin av hassji og frágreiðingin hjá honum um, at hann ongar pengar eigur, og at hann ikki vil siga, hvussu hann fekk hendur á hasjinum, gevur, sambært dóminum, ábending um, at maðurin var ikki einsamallur um hetta. Talan er um stóra nøgd, umleið 10 kilo. Maðurin er tí dømdur eitt ár og fimm mánaðar treytaleysa fongsulsrevsing. Maðurin skal eisini rinda sakarmálskostnaðin. Vertur í barnakvørnini er Hanus undir Leitinum. Í panelinum sita William Wilkinson, Iðunn Horn og Bjarti Danielsen. Tey ummæla fløguna Barnasetrið við Ævintýraferðini 2016. Tað sigur Annika Olsen, borgarstjóri, nú Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur boðað frá, at meginreglan sum heild skal vera marknaðarprísur, tá kommunur selja grundstykki. Hetta siga teir báðir Finn Jensen, dekanur fyri hægri nám á Glasi og Hans Petur Petersen, praktikantur og lesur marknaðarførslubúskap á Glasi, sum hava staðið fyri kanningini. Tey flestu vilja lesa læknavísund og búskapur kemur nummar tvey. Fólk vórðu eisini spurd, um tey koma heim aftur til Føroya eftir loknan lesna, og her svaraðu 82 prosent, at tey ætlaðu sær at flyta heim aftur til Føroya. Tað hevur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í orkumálum, gjørt av. Í 1963 fekk SEV loyvi at nýta vatnorkuna í Streymoynni, Eysturoynni, Vágum og Suðuroyunni í 50 ár. Nýggja loyvið er galdandi í 20 ár, men tey eru avmarkað í økisvíddd, so tey bara fevna um innsavningarøkini, haðani SEV hevur fingið vatnorkuna til verandi verk, og ikki um heilar oyggjar. Ein annar munur er, at landsstýriskvinnan eisini kann loyva øðrum at gagnnýta vatnorkuna í somu økjum. Tó skal fyrilit takast fyri virkseminum hjá SEV. Tað er umráðandi, at so týðandi grundarsteinur undir samfelagsvirkseminum, sum elframleiðsla er, hevur so tryggar karmar sum til ber, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna. Hinvegin skal myndugleikin eisini hava møguleika at lata nýggj loyvi at gagnnýta vatnorkuna, um umsøkjararnir hava fingið loyvi til at framleiða el, sigur Sirið Stenberg. Tað er fyrst og fremst ein yvirskipaður spurningur, um landið skal eiga í peningastovnum yvirhøvur, ella um landsstýrið selur sín part í BankNordik. Tað sigur Peter Ejdesgaard Jeppesen, partabrævagreinari. Hann sigur, at hann hevur ikki greinað BankNordik, tað er, um bankin er yvirmettur ella undirmettur. Løgtingið fer hósdagin at viðgera eitt uppskot frá Miðflokkinum, um at landið skal selja sín part í BankNordik, og brúka pengarnar, sum fáast fyri hann, til at byggja bústaðir til fólk, sum ikki fáa fígging í føroyskum peningastovnum. Børn gera útvarp og hesa ferð er Maria Hvalsrætt vertur í sendingini Tit skriva vit spæla. Hon lesur lurtaraynski og vit hoyra tónleik. Uppskotini sum Sambandsflokkurin hevur lagt fyri løgtingið um at Vágatunnilin og Norðoyartunnilin skulu latast landinum, og at bummgjaldið skal hvørva, samstundis sum vegskatturin og oljuprísurin skulu hækka, eru ikki samhaldsføst. Í 1987 vitjaðu Zacharias Hammer og Ragnar C. Joensen hjá eldru hjúnunum Alberthu og Meinhard Gaardlykke úr Lamba, sum á mangan hátt livdu sum í gomlum døgum. Tey vóru nærum tey einastu tá, sum vóru eftir í Føroyum, ið høvdu kúgv í kjallaranum og livdu av tí, sum náttúran gav. Sendingin er um partar av lívinum á bygd, ið tá skjótt var søga. Vit síggja Alberthu mjólka kúnni, gera ost, rómastamp, ketilost, rullipylsu, kjøtpylsa. Hon leggur klæðir á blik og annað mangt. Stuttrøðin er í tveimum pørtum, seinni partur kemur næsta mikukvøld. Orðadrátturin verður harður, tí nógv stendur uppá spæl. Men viðgerðin verður eisini ørkymlandi, bæði hjá politikarum og áhugaðum, tí so nógv ymisk atlit skulu takast í senn, siga serfrøðingar. Síðan 2006 er kriminaliteturin millum ung minkaður í eina helvt. Men hóast tað góðu gongdina skulu vit framvegis gera miðvíst arbeiði fyri at minka enn meira um kriminalitetin, sigur Óli. Hann nevnir eisini, at vandi er fyri at kriminalitetur á teimum sosialu miðlunum kann økjast. Tí skulu tey vera skjót at kunna børnini um vansarnar á sosialum miðlum. Vit eru aftur í ferðavinnuni, og tað eru ymisku heiðursbrøvini, sum vóru latin á ferðavinnudegnum, sum var fríggjadagin 10. mars. Tá bleiv eitt serligt heiðursbræv latið. Dómsnevndin ynskti at lata Mariu á Lofti hetta serliga heiðursbræv, sum longur enn nakar annar hevur marknaðarført Føroyar uttanlands og verið, ikki bara Atlantic Airways, holl, men allari ferðavinnuni. Í Miðstovninum í Gundadali í Havn hava tey arbeitt nógv við endurnýtslu. Tað eru børn, sum ganga í 1. og 2. flokki í frítíðarskúlanum, sum hava gjørt robottar, hús til bamsurnar, pennahús og mangt annað. Leivur Frederiksen, ítróttarredaktørur, gevur eitt boð uppá 2.umfar í Effo deildini og samstundis hyggja vit nærri av fyrsta umfarinum ið var leikt seinasta vikuskiftið. Gleðin av at kenna seg sum part av felagsskapinum er lønin fyri stríðið. Tað siga fleiri av eldsálunum, sum leggja óteljandi tímar í føroyskan ítrótt. Luttakarar í sendingini hesaferð Jógvan Hans Hansen, Jórun B. Andreasen, Jórun Jacobsen, Birgir Sondum, Virgar Hvibro og Eggaba Andreasen. Føroya rættur hevur í dag víst frá sær sakarmálinum, sum Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar legði móti stýrinum. Felagið hevur ikki rættarligan áhuga í málinum, sigur rætturin. Felagið skal gjalda stýrinum 20.000 krónur í sakarkostnaði. Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar vildi hava rættin at døma stýrið fyri Økistænastuna í Sandoyar Sýslu at viðurkenna, at grundgevingarnar, sum tveir umsøkjarar til leiðarastarvið fingu fyri ikki at geva teimum starvið, eru ólógligar. At stýrið ikki tók niðurstøðuna hjá Umboðsmanninum um, at stýrið ikki helt fyrisitingarlógina, til eftirtekter kann ikki vera grundgeving fyri einum dómi, sum bara skal fáa ásetta rættarliga ábyrgd. Rætturin tekur ikki støðu til, um fyrisitingarlógin er brotin, tí rætturin hevur ikki viðgjørt málið sum so. Men rætturin heldur, at niðurstøðan hjá Umboðsmanninum verður avgerandi fyri, hvussu slíkar setanir verða avgreiddar í framtíðini. Soleiðis, sum málið er lagt fyri rættin, hevði ein dómur, sum gav felagnum viðhald, ikki bøtt rættarliga ella veruliga grundarlagið hjá kvinnunum, sum felag teirra stevndi fyri, hóast felagið er eitt fakfelag, sum virkar fyri áhugamálunum hjá limunum. Og málið kann ikki bara byggja á trongdina at hava effektivt eftirlit við fyrisitingini. Umboðsmaðurin hevur longu átalað viðurskiftini, sum kanska kundu borið rættarliga áhugan hjá Felagnum føroyskum sjúkrarøktarfrøðingum. Meginpartin av hesum vøkstri eiga makrelur, sild, laksur og toskur, skrivar Hagstovan á heimasíðuni. Innflutningurin í januar í ár var 559 milliónur krónur. Tað eru 19 milliónir krónur meira, enn í januar í fjør. Um skip og flogfør ikki telja við, var vøksturin 83 milliónir krónur, skrivar Hagstovan. Í Skúgvoy stóð fólkatalið í stað, og í hinum 21 kommununum vaks fólkatalið frá 1.februar í fjør til 1.februar í ár. Merkisvert er, at í nøkrum útoyggjum vaks fólkatalið. Í Svínoynni og í Hesti vóru fýra fólk fleiri, í Fugloynni komu trý fólk afturat, og í Stóru Dímun búði eitt fólk fleiri í ár enn í fjør. Í Mykinesi stóð fólkatalið í stað eins og í Skúgvoy. Eingin skal vera fyri mismuni á arbeiðsmarknaðinum. Tað heldur formaðurin í LGBT, sum vónar, at lógin um at tryggja javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum, sum Sonja Jógvansdóttir hevur lagt fyri tingið, verður samtykt. Sofia Høgnesen fekk í gjár at vita, at hon ikki fekk arbeiði umborð á Norr nu. Orsøkin er, at hon er tvørkynd, og tí vistu starvsfólkini ikki, hvørjum kamari, hon skuldi sova í. Smyril Line harmast um hendingina og í morgun fekk hon arbeiðsboð. Hon er í starvsvenjing umborð á Norr nu fyribils fram til mánadagin. algildingin av gomlu sjónvarpsbondunum verður gjørd við stuðli frá A.P. Møller og Hustru Chastine Mc Kinney Møllers Fond til Almene Form l, sum hevur latið 5 milliónir krónur til arbeiðið. Bakkafrost missir 2.000 tons av kruvdum laksi í ár, tí avgjørt er at taka fiskin nú í Hvannasundi. Illgruni er framvegis um, at fiskurin í aliøkinum, sum eitur A 73 Hvannasund Norður, er fongdur við sjúkuelvandi ILA virusi. Aliøkið er í løtuni undir herdum eftirliti, men illgrunin er ikki staðfestur. Fyri at minka um váðan hevur Bakkafrost avgjørt at taka fiskin, sum eftir er í Hvannasundi Norðri. Framskundaða tøkan verður væntandi liðug síðst í apríl. Ein millión fiskar, sum í miðal viga 3,2 kg, eru í ringunum. Framskundaða tøkan ger, at tøkan hjá Bakkafrosti í 2017 minkar 2.000 tons í kruvdari vekt. Kim fer at greiða frá um rák í yrkingalistini, um materialismu, um økopoesi og um náttúrusøguliga leiklutin í hansara yrkingasøvnum. Martin Røen Hansen er produsentur fyri DR, og var við í verkætlanini, At the heart of a selkie, hjá Eivør Pálsdóttir. Mentanarkaf in hitti hann til eitt prát um hansara leiklut í verkætlanini, hvat ein produsentur hevur ábyrgdina av og um hvønn týdning, FMA hevur fyri hann og fyri toymið handan At the heart of a selkie. Politisk list, hvat er tað, og hví er tað aloftast á vinstravonginum, at politiska listin er sjónlig Hetta tosa vit við listafrøðingin, Kinnu Poulsen um. Ein av heimsins mest týdningarmestu tónleikaútgávum hevði fimti ár á baki 12. mars. Talan er um The Velvet Underground og Nico. Vit gera eina heilt stutta samanfatan av verkinum, og geva rúm fyri tónleikinum. Maðurin á pallinum er troyttur av at hoyra um, hvussu strævnir, býttir og ótolandi menn eru. Hann setir sær fyri at royna at finna útav og greiða frá, hví mannfólk og konufólk ofta enda í støðum, har tað ikki ber til at skilja hvønnannan. Misskiljingarnar eru ofta láturligar, tá vit sum her síggja tær á palli men í veruleikanum eru tær ofta orsøkin til at maður og kona ikki kunnu semjast. Hetta er ein skemtileikur, sum tó gevur áskoðarunum nakað at hugsa um, tí leikurin er eisini hugvekjandi, rørandi og viðkomandi, siga Ria Tórgarð, leikstjóri og Jákup Dahl, leikari. Janus Poulsen, handilsleiðari í Skálkur Man, kemur við ráðum um hvussu klæðir skulu vaskast, soleiðis at tey halda longst møguligt. Flestu føroyingar, sum lesa uttanfyri Norðurlond, lesa í Onglandi, og næstflestir lesa í Skotlandi. Tað vísa hagtøl hjá Fróðskaparsetrinum. Seinastu árini hevur gongdin verið hin sama, men talið minkar. Í marsmánaði 2007 lósu 60 føroyingar í Onglandi og 43 í Skotlandi. Í 2011 vaks hetta talið til 74 í Onglandi og 61 í Skotlandi. Men í mars í ár eru færri føroyingar í lestrarørindum har í Onglandi lesa nú 56 føroyingar og 12 lesa í Skotlandi. Í 2007 var bara ein føroyingur undir lestri í Póllandi, men alsamt fleiri føroyingar vilja útbúgva seg í Póllandi, nú eru tey 28 í lestrarørindum í Póllandi. Av øðrum kann nevnast, at 1 føroyingur lesur í LItava, 2 í Týsklandi, 3 í Kina og 2 í Ísrael. Tú kanst síggja alt yvirlitið á heimasíðuni hjá Fróðskaparsetrinum, setur.fo . TAKS kom í februar í ár til niðurstøðuna, at Eik Banki ikki hevði rætt til tær 92 milliónir krónurnar, sum bankin upprunaliga fekk játtað sum frádrátt á sumri 2015. TAKS metti tó ikki, at málið skuldi fáa avleiðingar fyri Eik Banka. Men Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, hevur síðan sett ein bráfeingisstjóri á TAKS, sum skal kanna, hvussu TAKS kann koma til tvær so ymiskar niðurstøður og um grundarlag er fyri, at málið verður sent fútanum. Í sendingini verður kannað, hví TAKS kom til tvær so ymiskar niðurstøður, og hvussu Eik og TAKS í felag royna at leggja lok á málið. Samstundis er varskógvarin, Jørn Astrup Hansen, stevndur fyri bakbit av Eik Banka við kravi um fongsulsrevsing í tvey ár. Løgreglan hevur handtikið tveir ungan menn, millum 20 og 25 ár, í sambandi við eitt innbrot í eini privathús í Vesturbýnum í Havn gjáranáttina. Maðurin í húsinum vaknaði og sá tveir menn royna at slepppa sær til rýmingar. Men húsbóndin fekk fatur á øðrum manninum, og ringdi eftir løgregluni. Tá løgreglan kom á staðið, var hin maðurin vendur aftur at hjálpa. Løgreglan handtók báðar menninar og tók teir við á politistøðina til avhoyringar. Menninir høvdu eina tasku, og í henni vóru umframt persónligir ognarlutir eisini lutir, sum menninir ikki vilja kennast við. John Martin Olsen, vaktleiðari á politistøðini sigur, at orsøkin til, at tey vilja vita, hvør eigur gløsini og fløskurnar er, fyri at staðfesta, um menninir hava framt innbrot í meira enn eitt privathús. Kanska vita fólk ikki, at innbrot hevur verið. Gløsini, sum løgreglan nú hevur í varðveitlsu, hava sermerktan gullkant. Heldur tú teg eiga hesi gløs, so er at boða løgregluni frá, telefonnummar 114. Løgreglan vil eisini hoyra frá teimum, ið halda seg hava sæð nakað, sum kann hava sambandi við hetta málið. Bayern Munchen hevur eisini eina stolta søgu í kappingini. Týska stórfelagið hevur vunnið kappingina fimm ferðir 1974,1975,1976,2001 og 2013 . Ein onnur sera áhugaverd uppgerð yvir tveir dystir verður millum FC Barcelona og Juventus. Tvey feløg við ógvuliga ymiskum spælistíli. Av tí at risarnir í evropeiskum fótbólti møtast í tveimum fjórðingsfinalum, letur tað dyrnar upp fyri, at vinnarin í ár kann blíva ein, sum ikki varð hevði roknað við. Leicester, sum púra óvæntað vann Premier League í fjør, og sum er við í Champions league kappingini fyri fyrstu ferð, skal spæla ímóti Atletico Madrid. Í síðstu fjórðingsfinaluni møtast Borussia Dortmund og Monako. Borussia Dortmund vann kappingina afturi í 1997 og var í finaluni í 2013. Svein í Prestgarði hevði góð og trygg barnaár í Hvalba. Men tá hann varð tannáringur, var hann sera smæðin. Hann var við í orkestri, men torført var at vera á pallinum, so hann byrjaði at drekka, tí tá hvarv smædnið. Men drekkaríið bara øktist og alt varð tann bera oyðing, til Svein ein dag fór á Heilbrigdið. Smátt um smátt sær Svein tað góða í Guði og verður varur við, at Hann er góður við hann og hevur virði sum menniskja. Forlagið Sprotin gav út bókina í 2015, Edward Fuglø hevur gjørt kápumyndina til føroysku útgávuna. Sonja Kjølbro hevur staðið fyri umbótingini. Uppskotið um fiskivinnunýskipan hjá landsstýrinum ber í sær, at svartkjaftakvoturnar hjá nótaskipunum minka 48 prosent, kvoturnar av norðhavssild 56 prosent, og makrelkvoturnar minka 33 prosent. Tað vísa útrokningar, sum felagið Nótaskip hevur gjørt. Felagið vísir á, at í uppskotinum verður einki upplýst um, hvussu verandi skipabólkar verða raktir. Men í samskifti við Fiskimálaráðið hevur felagið tó fingið greiði á, hvussu uppskotið skal skiljast, tá kvoturnar skulu roknast. Útrokningarnar byggja á ta fortreyt, at uppsjóvarkvoturnar næsta ár verða tær somu sum í ár. Møguleikin, at nótaskipini kunnu keypa upp í 15 prosent av eitt ára loyvum á uppboðssølu, er ikki tikin við í roknistykkið, tí lógaruppskotið tilskilar ikki, hvussu stórar nøgdir verða seldar til stutttíðarloyvi. Tað skal landsstýrismaðurin áseta kunngerð. Tey, sum eru í vinnuni, kunnu ikki bjóða uppá meðal ella langtíðarloyvi, sigur felagið. Felagið Nótaskip sigur, at svartkjaftakvotan í ár er 380.000 tons, tá tað, vit lata øðrum, er farið burturav. Eftir gamla býtinum, tá eingin uppboðssøla var, høvdu nótaskipini fingið 288.000 tons. Men eftir útrokningarskipanini í uppskotinum hevði hann verið 195.000 tons. Umleið 123.000 tons høvdu farið á uppboðssølu, og tí minka kvoturnar samsvarandi býtislyklinum, sum vinnan og Fiskimálaráðið samdust um í 2009. Makrelkvotan at luta út er 110.000 tons. Frá 2009 til 2016 hevði parturin hja nótaskipunum verið ein sløk helvt, og verður hetta talið brúkt í roknistykkinum, høvdu nótaskipini fingið 55.000 tons eftir gomlu skipanini. Men eftir nýggju skipanini hevði hann verið 37.000 tons. Sildakvotan er umleið 113.000 tons, og tað er umleið tað sama sum í 2013, tá vit fóru burtur úr strandalandasamstarvinum um norðhavssildina, og ásettu okkum egna kvotu. Í 2013 fingu nótaskipini 57 prosent av tí, sum varð lutað út, og í roknistykkinum hjá Nótaskipum hevði hetta givið 64.000 tons eftir gomlu skipanini, meðan nýskipanaruppskotið hevði givið 28.000 tons. Felagið Nótaskip sigur, at eitt er, at kvoturnar sambært nýskipanini minka fyrsta árið, men uppskotið ber í sær, at parturin hjá verandi aktørum støðugt minkar, tí verandi aktørar kunnu ongantíð fara upp um tonsatalið, sum teir fáa tillutað tað fyrsta árið. Tá ein stórur partur av uppsjóvarkvotunum skal seljast, ella latast nýggjum aktørum, fer hetta burtur av tí, sum verandi aktørar høvdu í gomlu skipanini, sigur felagið Nótaskip. Uppskotið hjá landsstýrinum er sent til hoyringar, og hoyringarfreistin er 27. mars. Tað halda løgtingsfólk úr bæði samgongu og andstøðu, nú Henrik Old, landsstýrismaður, hevur lagt fram uppskot um at broyta ferðslulógina, har tað nágreinað verður, hvør skal hava rætt til upplýsingar um akfør. Føroya Landsorkestur skal á skotlandsferð. Í hesum sambandi skipa tey fyri stuðulskonsert til frama fyri ferðini. Konsertin verður í Norðurlandahúsinum sunnudagin 19. mars 2017 kl. 17 Aftur í hesi vikuni hava eg hoyrt hundrað ferðir, at vit nærkast teimum 50.000 spennandi at vita, hvør nummar50.000 verður kanska verður tað eini rumeni, ja ella kanska ein muslimskur flogbóltsspælari ja, møguleikin er sjálvandi eisini, at tað verður ein vanligur danskur ríkisborgari. Men at fólk støðast í Føroyum hoyrdu vit, nú miðnámsnæmingar á Glasi siga næstan allir at teir helst vilja lesa víðari í Føroyum. Vit spyrja, hvat hendir við øllum heimføðingunum. Sunnudagin verður ein hátíðargudstænasta í Viðsreiðis kirkju í sambandi við, at Gudrid Dahl Sørensen hevur verið organistur í 70 ár 10 ár í Árnafirði og 60 ár á Viðareiði. Linn a L. Petersen og Elsa Brestisdóttir Patursson eru gestir í sendingini, tí tær hava sera ymiskar hugburðar um tað føroyska málið. Eisini práta vit við Málráðið og Bókadeild Føroya Lærarafelags. Veðrið var av tí besta í nátt. Og gott veður merkir ofta, at fólk eru fitt at fáast við. Tað siga tey í øllum førum av løgreglustøðini í Havn. Haðani verður sagt, at tey hava havt fólk úti kring alt landið, vitjað skeinkistøð og steðga bilum. Men hvørki á skeinkistøðunum ella við bilunum ella bilførarunum var nakað at viðmerkja, sigur vakthavandi á løgreglustøðini. Fólk vistu um tveir útlendingar, sum vóru farnir til Viðarreiðis og ætlaðu sær ein túr í fjøllini, men eingin hevði sæð teir komið aftur. Løgreglan fekk fráboðan um hetta stutt fyri klokkan sjey í gjárkvøldið, menninir vóru farnir í hagan á miðdegi. Eftir at hava tosað við gistingarhús og aðrar aktørar, har eingin visti at siga frá monnunum, valdu tey at binda um heilan fingur og settu eina størri leiting í verk við tyrlu, bjargingarliði og tí, sum har til hoyrir. Hetta var klokkan 20.13, men klokkan 21.10 varð avblást, tí tá vísti tað seg, at menninir, sum høvdu verið í fjøllunum, vóru afturíafturkomnir fyrr um dagin. Maðurin royndi at taka eitt vápn frá einum hermanni á flogvøllinum, og krógvaði seg síðani í einum handli, áðrenn hann varð skotin og dripin av trygdarfólkum. Løgreglan hevur avbyrgt partar av flogvøllinum, og er farin undir eitt størri átak. Millum annað eru bumbuserfrøðingar komnir á staðið fyri at kanna, um maðurin var ílatin ein bumbuvest. Eingin annar uttan maðurin, sum er skotin og dripin av trygdarfólkunum, er komin til skaða, sigur innanríkisráðharrin Bruno Le Roux, sum fer at vitja á flogvøllinum seinni í dag. Áðrenn gerningsmaðurin varð skotin á flogvøllinum, hevði hann sjálvur skotið og sært eitt løgreglufólk, tá hann var steðgaður í bili sínum klokkan sjey í morgun. Hann má fáa professionella hjálp til konuna, tí hatta klárar hann ikki at loysa sjálvur . Soleiðis sigur Sveinur um brævið frá manni, sum ikki orkar meira, tí konan hevur reingerðisørskap. Ull er Føroya gull. Soleiðis søgdu vit einaferð og tað verður kanska galdandi aftur, um hugskoti hjá miðnámsskúlabólkinum Seyð á Kambsdali, verður veruleiki. Tey hava vunnið Ung Virki 2017. Tilsamans 17 bólkar vóru við í kappingini. Dómsnevndin var mannað við Regin W. Dalsgaard, formaður í Vinnuframa og Íverksetarahúsinum. Hann var høvuðsdómari. Hini í dómsnevndini eru Rannvá Dam og Árni Frederiksberg frá Vinnulívsdeildini hjá EIK, Christian Nagata frá Sendistovuni, Sóley Heradóttir Hammer frá Íverksetarahúsinum, Durita Samuelsen frá Hugskotinum og Rói Poulsen frá Vodafone Ein tíma seinni var eldurin sløktur. Fjósið verður vanliga brúkt sum verkstaður eingin var í fjósinum, tá eldurin kyknaði. Nú kannar løgreglan, hvat tað var, sum hendi. Løgreglan var úti í nátt og steðgaði hálvthundrað bilum, men í øllum førum vóru viðurskiftini í lagi við bæði bilum og bilførarum. Men øðrvísi var í morgun, tí klokkan trý korter til tíggju vóru tveir mans tiknir í Hoyvík teir eru nú skuldsettir fyri rúsdrekkakoyring. Ógreitt er, hvussu høg promillan var hjá teimum báðum, men blóðroynd er tikin og menninir eru avhoyrdir. Havnarmenn høvdu eitt stig fyri neyðini í dag, skuldu teir taka FM heitið úr Vágum til Havnar, og tað stigið eydnaðist teimum við bit og slit at fáa. Høgni Egilstoft Nielsen vann á Martin Poulsen, Torkil Nielsen vann á Carl Eli N. Samuelsen og Silas Eyðsteinsson vann á Sjúrði Thorsteinssyni. Kanska gjørdust teir í so friðarligir, tí endin var, at allir taptu. Men tað skal einki takast frá vágamonnum, sum vístu fyrimyndarligan stríðsvilja og gott spæl. Nýtt lið í fremstu deildini komandi kappingarár verður Gøtu Talvfelag. Teir vunnu í dag á vestmenningum, og tryggjaðu sær sostatt 1. plássið og uppflyting til 1. deild. Har hava teir ikki verið í eini tjúgu ár. Klaksvíkar Talvfelag hevur í fleiri ár havt tvey lið í fremstu deildini, men ikki komandi kappingarár. Annað lið hjá teimum gjørdist ov stutt í ár og flytur niður í 2. deild. 2017 HT 2016 ST 2015 ST 2014 ST 2013 ST 2012 HT 2011 ST Sandavágs Talvfelag 2010 KTF Klaksvíkar Talvfelag 2009 HT Havnar Telvingarfelag 2008 VT Vestmanna Talvfelag Eitt ferðsluóhapp var á Sandi seint gjárkvøldið. Ein maður á prutli rendi í myrkrinum á ein parkeraðan bil og fór sendandi. Maðurin fekk skaða á høvdið í stoytinum og var fluttur á landsjúkrahúsið til eygleiðingar. Sambært vakthavandi má stoyturin hava verið harður, tí hjálmurin, sum lá eftir á staðnum var brotnaður. Ein bátur fekk maskintrupulleikar á Norðhavinum um middagsleiti í gjár og mátti hava hjálp. Tað skrivar Vørn. Glastrevjabáturin Ranvá var uppsteðgaður einar 12 fjórðingar norður úr Kallinum og mátti sleipast til lands av Brimli. Brimil kom á Eiði við Ranvu kl 1630. Børn og ung í Suðurgrønlandi hava tað ikki gott. Tað er yvirskipaða niðurstøðan í kanning, sum talskvinnan hjá børnum í Grønlandi, Aviaja Egede Lynge, hevur gjørt. Í fleiri førum greiðir honum frá børnum, sum misnýta hassj og onnur rúsevni hetta eru børn heilt niður í tíggju ára aldur, sum gera tað saman við foreldrum sínum. Umframt sjálva kanningina verður eisini ein frágreiðing løgd fram, sum tekur útgangsstøði í útsagnum hjá børnum í Suðurgrønlandi um livikor teirra. Kujalleq kommuna hevur fingið bæði kanning og frágreiðing, sum skal gera greitt, um kommunan í Suðurgrønlandi heldur barnasáttmálan hjá ST. Á samkomu hjá skipasmiðjuni Mest í gjár handaði skipasmiðjan Bakkafrosti ein nýggja tvíkilju. Tvíkiljan er doypt Toftanes kemur at virka í Fuglafirði. Hetta er næsta tvíkiljan av slagnum. Bakkafrost fekk fyrru tvíkiljuna fyri einum mánaði síðani og seinni í ár skal Mest byggja tvær tvíkiljur aftrat til Bakkafrost. Landsstýrismaðurin í Samferðslumálum, Henrik Old vil hækka aldursmarkið fyri, nær fólk skulu endurnýggja koyrikortið frá 70 ár til 75 ár. Í viðmerkingunum til lógaruppskotið stendur, at landslæknin mælir til, at aldursmarkið fyri, nær handhavi av koyrikorti til vanligan bil skal fara ígjøgnum kravda læknakanning í sambandi við umsókn um endurnýggjan av koyrikorti, verður hækkað til 75 ár. Danir hækkaðu aldursmarkið í 2015, og sambært landslæknanum er tað onki, sum talar ímóti, at markið fyri endurnýggjan av koyrikorti til motorsúklu og vanligan bil eisini verður 75 ár í Føroyum. Landslæknin mælir somuleiðis til, at strika treytina um nóg góð oyru hoyrn í 18, stykki 2, nummar2 fyri førarar av ávísum motorakførum, har tað av ferðslutrygdarávum ikki er tørvur á, at førarin hevur nóg góða hoyrn. Førarin hevur møguleika fyri at viga upp ímóti manglandi hoyrnini við, at bilurin er útgjørdur við tveimum síðuspeglum, sum allir bilar eru útgjørdir við í dag, stendir í almennu viðmerkingunum til lógaruppskotið. Tað heldur Handilsvinnufelagið, sum hevur sent Samferðslumálaráðnum hoyringarsvar í sambandi við uppskotið um broyting av løtingslóg um fersðlu, sum var til fyrstu viðgerð í tinginum fríggjadagin,. Sambært lógaruppskotinum skulu almennir stovnar við eftirlitsmyndugleika hava atgongd til akfarsskránna, umframt stovnar og almen partafeløg, sum krevja inn gjald fyri nýtslu av almennum øki. Handilsvinnufelagið undrast á, at man gevur almennum partafeløgunum atgongd til akfarsskránna, samstundis sum ávísar privatar fyritøkur fáa atgongd til upplýsingarnar. Tunnilsfelagið og Vága Floghavn hava í dag atgongd til akfarsskránna, og eitt endamál við lógaruppskotinum er at gera eina yvirskipaða reglu um atgongd til skránna, heldur enn einstakar lógir viðvíkjandi feløgum, sum eitt nú Vága Flogghavn. Vága Floghavn hevur við løgtingslóg fingið atgongd til akfarsskránna, so floghavnin kann senda rokning til eigarar av bilum, sum parkera á økinum við flovøllin á einn smidligari hátt. Handilsvinnufelagið sigur seg undrast á hesa mannagongd, har at man tekur nakrar privatar fyritøkur úr rúgvini og loyvir teimum atgongd til akfarsskránna og ikki øðrum. Eitt nú hava oljufeløgini tørv á hesum upplýsingum úr akfarsskránni, tá fólk gloyma at gjalda fyri olju og bezin á støðunum kring landið, og spurningurin er, um Samferðslumálaráðið kann vísa á, at Vága Floghavn og Tunnilsfelagið hava betur og tryggari fyrisitingarligar mannagongdir enn oljufeløgini, stendir millum annað í hoyringarskrivinum hjá Handilsvinnufelagnum. Felagið vil hava, at atgongdin til akfarsskránna verður galdandi fyri allar fyritøkur, ella at ein grein verður sett inn, har tað verður ásett at oljufeløgini fáa atgongd til akfarsskránna í sambandi við gjaldskrav. Felagið sigur seg ivast í, um tað fyrisitingarliga er í lagi, at landið gevur ávísum privatum fyritøkum og almennum paratafeløgum atgongd til akfarsskránna og ikki øðrum, og fregnast eftir júst hvørji krøv Dátueftirlitið setur fyri at beinleiðis atgongd kann fáast til akfarsskránna. Landsstýrið skal kanna, hvørjar stovnar til ber at flyta úr Havnini. Tað halda andstøðutingmenninir Bill Justinussen, Kári P. Højgaard og Magnus Rasmussen, sum eiga uppskotið, og tað heldur rættarnevndin eisini. Ein samd rættarnevnd tekur undir við uppskotinum Ætlanin er ikki at leggja allar almennar stovnar uttanfyri Havnina bara at kanna hvussu man skilabest kann flyta nakrar út um Havnina, sigur Bill Justinussen. Køkubitarnir verða fluttir eittsindur runt, men køkan verður ikki størra á hendan hátt, sigur borgarstjórin í Havn, sum heldur at vit heldur eiga at standa saman um høvuðsstaðin sum er í vøkstri, so hann kann kappast við aðrar høvuðsstaðir. Ein samd rættarnevnd tekur undir við uppskotinum hjá Bill Justinussen, Kára P Højgaard og Magnus Rasmussen. Í rættarnevndini sita Kristin Michelsen, Magnus Rasmussen, Sonja Jógvnasdóttir, Ruth Vang, Ingolf Olsen, Edmund Joensen og Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir. Spenningurin er stórur, um hvør fer at vinna sær tey bæði FM finaluplássini í hondbóltskappingini hjá monnum, og í dag eru dystir, sum hava stóran týdning fyri kappingina. Tríggir dystir eru á skránni, teir byrja allir klokkan fýra. Í Vestmanna tekur nummar tvey, KÍF, ímóti nummar trý, VÍF. Kringvarpið stroymir dystin beinleiðis. Leinkið er at finna her á heimasíðu okkara kvf.fo og á facebooksíðuni hjá 3 2. Kyndil hevur eisini møguleika at vinna sær pláss í FM finaluna. Teir spæla í dag á útivølli ímóti StÍF. Triðji dysturin er í Hoyvíkshøllini, har oddaliðið, H71, tekur ímóti Neistanum. ÍF vann sær trý týdningarmikil stig, tá teir komu á stigatalvuna við sigri á EB Streymi. Tvey mál frá Dánjali á Lakjuni løgdu lunnar undir sigrinum. Í Havn endaði tað 1 1 millum B36 og KÍ. KÍ legði seg á odda stutt fyri hálvleik, men B36 javnaði í seinna hálvleiki við brotssparki. ÍF EB Streymur 3 1 06 min. 1 0 Dánjal á Lakjuni 11 min. 2 0 Dánjal á Lakjuni 67 min. 2 1 Rógvi Egilstoft Nielsen br. 86 min. 3 1 Ari Ellinfsgaard 1. TB FCS Royn 6 stig 2. HB 4 stig 3. Víkingur 4 stig 4. ÍF 3 stig 5. B36 2 stig 6. KÍ 2 stig 7. Skála 2 stig 8. NSÍ 1 stig 9. EB STR 1 stig 10. 07 Vestur 0 stig Akstovan hevur útflýggjað persónsupplýsinar púra fyrilitarleyst, og hevur handlað í stríð við persónsupplýsingarlógina, sambært hoyringarskrivi hjá Dátueftirlitinum ní tingið viðgerð lógaruppskot um at broyta løgtingslóg um ferðslu. Akstovan hevur eina aðra tulking av lógini enn Dátueftirlitið, og metur, at lógin um alment innlit kemur framum persónsupplýsingarverjuna, tá talan ikki er um viðkvæmar upplýsingar. Eitt longri orðaskifti millum stovnarnir endaði við, at Dátueftirlitið heitti á landsstýrismanninum um at greina við lóg, hvør skal hava atgongd til persónsupplýsingar í akfarskránni. Av einum skrivi frá Akstovuni framgongur, at Akstovan hevur latið upplýsingar víðari uttan at spyrja, hvat teir skulu brúkast til, og tað er millum annað hetta, sum fær Dátueftirlitið at finnast at handfaringini av persónsuplýsingum. Sambært hoyringarskrivinum hjá Dátueftirlitinum til Samferðslumálaráðið, hevur Aksktovan í skrivi til Dátueftirlitið tann 16. apríl 2015 lýst mannagongdirnar í sambandi við víðarilatan av eigaraupplýsingum soleiðis Um ein persónur biður um upplýsing um, hvør eigur eitt avíst akfar við tí ávísa nummarspjaldrinum, og hann soleiðis hevur skilað til tað skjal ella tað mál, sum hann ynskir at fáa innlit í, so verður hendan upplýsing latin spyrjaranum, og tað er ikki neyðugt hjá spyrjaranum at upplýsa, hvat hann skal nýta upplýsinginga til. Upplýsing um navn á eigara av akfari, verður ikki mett at vera fevnd av nøkrum av undandtøkum í 7 14 í lógini um innlit í fyrisitingina og er sostatt ein upplýsing, sum Aksovan hevur skyldu til at lata. Hendan tulking av lógini samsvarar ikki við tulkingina hjá Dátueftirlitinum, sum byggir á ta fatan, at atgongd til eigaraupplýsingar í akfarsskránni skulu latast við heimild í 9, stykki 1 nr 6 í persónsupplýsingarlógini, og at hvør einstøk víðarilatan skal grundast á eina ítøkiliga meting, har mett verður, at fyrilitini fyri skrásetta ikki eru eins stór og áhugamálini hjá tí triðja persóni, sum fær persónsupplýsingarnar útflýggjaðar. í einum skrivi, sum er tikið við í hoyringarsvarið frá Dátueftirlitinum, sigur Dátueftirlitið, at tað metur ikki, at fyrilitini fyri skrásetta eiga at setast til viks og heldur ikki, at ein tílík ítøkilig meting verður gjørd í Akstovuni, men at persónsupplýsingar verða útflýggjaðar púra fyrilitarleyst. Hetta metir Dátueftirlitið vera í stríð við persónupplýsinarlógina tá ið einki heimilargrundarlag er fyri hesi viðgerð ella víðari latan av persónsupplýsingum. Sambært hoyringarskrivinum heitti Dátueftirlitið tískil á landsstýrismannin í samferðslumálum um við lógaráseting at nágreina, hvussu eigaraviðurskifti um akfør í Føroyum skulu viðgerast og víðarilatast almenninginum. Stovnurin mælir til at upplýsingar í Akfarsskránni verður lógarstýrt og ikki latin upp í hendurnar á starvsfólkunum at meta um, stendir millum annað í hoyringarskrivinum. Dátueftirlitið sigur seg fegnast um lógaruppskotið millum annað tí tað skapar gjøgnumskygd og tí tað eitt nú staðfestir, at tryggingarfeløg einans kunnu fáa atongd til egnu viðskiftafólk og ikki viðskiftafólkum hjá øðrum tryggingarfeløgum. Broytingin er partur av lógaruppskotinum um broyting av løgtingslóg um ferðslu, sum Henrik Old, landsstýrismaður hevur lagt fram, og sum var til fyrstu viðgerð í tinginum fríggjadagin. Í viðmerkingunum til lógaruppskotið stendur, at landslæknin mælir til, at aldursmarkið fyri, nær koyrikortið til vanligan bil skal fara ígjøgnum kravda læknakanning, verður hækkað til 75 ár. Danir hækkaðu aldursmarkið í 2015, og sambært landslæknanum er onki, sum talar ímóti, at markið fyri endurnýggjan av koyrikorti til motorsúklu og vanligan bil eisini verður 75 ár í Føroyum. Heilsuviðurskiftini eru sum heild á sama støði, ella betri, samanborið við hini norðurlendsku londini. Landslæknin mælir somuleiðis til, at strika treytina um nóg góð oyru fyri førarar av ávísum motorakførum, har tað av ferðslutrygdarávum ikki er tørvur á, at førarin hevur nóg góða hoyrn. Førarin hevur møguleika fyri at viga upp ímóti manglandi hoyrnini við, at bilurin er útgjørdur við tveimum síðuspeglum, sum allir bilar eru útgjørdir við í dag, stendir í almennu viðmerkingunum til lógaruppskotið. Sambært uppskotinum skal bera til at selja fleiri matvørur, sum ikki eru tilvirkaðar á løggildum matvøruvirki, til heil og smásølur, matvøruhandlar og matstovur á føroyska heimamarknaðinum. Heilsufrøðiliga starvsstovan og Landsdjóralæknin eru ikki fegin um uppskotið. Tey siga í hoyringsskrivi, at tey meta, at uppsotið setir matvørutrygdina í vanda. Hinvegin tekur Bóndafelagið undir við uppskotinum. Tað skal vera hent, tá hon í fjørvár samráddist við Turkaland um flóttafólkaspurningin, men hon segði ikki stjórnarleiðarunum í hinum ES londunum frá avtaluni. Tann einasti, ið kendi til avtaluna, er hollendski forsætisráðharrin, Mark Rutte. Tað kemur fram í eini nýggjari bók sum er skrivað um avtaluna ímillum ES og Turkaland. Eftir avtaluni skuldu flóttafólkini býtast ímillum ES londini eftir egnum ynski. Í 2015 gjørdi ES av at taka ímóti 160.000 flóttafólkum, sum skuldu býtast ímillum londini, í seinasta lagi í september í ár, men tað hevur gingið illa hjá londunum at semjast. Higartil eru bara góð 13.000 flóttafólk úr Italia og Grikkalandi komin til onnur lond í ES. Síðani í mars í fjør eru 870 flóttafólk send aftur úr Grikkalandi til Turkalands, samstundis sum ES londini hava tikið ímóti 3.000 flóttafólkum úr legum í Turkalandi. Ein uppgerð, sum týsku landspartarnir, Slesvig Holstein, Hessen og Berlin hava gjørt, vísir, at samlaðu týsku útreiðslurnar til migrantar og flóttafólk í fjør var uppá 177 milliardir krónur. Positiv sálarfrøði og serliga arbeiðið við persónligari styrki verður í dag nýtt innan vinnulívið, tað almenna, ítrottarfeløg, innan skúlar og barnagarðar og eisini av privat persónum. Økið skapar karmar fyri persónligum vøkstri, trivnaði, arbeiðsgleði og møguleikanum fyri at náa settum málum. Kitty May skrivar í løtuni høvuðsuppgávu í master í positivari sálarfrøði á rhus Universitet Hans sigur, at hann sjálvur ikki er nakað serstakt menniskja. Men at hann gjøgnum Guð kann biðja fyri fólki, soleiðis at Guð grøðir tey. Hoyr hvussu tað gekk, tá Hans bað fyri Kára. Snorri Brend vitjaði eisini morgunsendingina saman við Hans. Forsetin í landinum kallaði saman til tíðindafund í gjár, í eini roynd at steðga gøluni. Stórir útflytarar av kjøti hava í fleiri ár mutrað eftirlitið, so kjøt, sum ikki kundi etast, er útfluttt til nógv lond, eisini fleiri europeisk lond, millum annað til Danmarkar. Forsetin í Brasil, Michel Temer, hevur havt fund við fleiri sendiharrar um støðuna og hann tvíheldur um, at eingin vandi kann standast av at eta kjøtið. Samstundis hevur løgreglan í Brasil tikið 30 fólk. Løgreglan hevur eisini givið boð um at taka onnur 27 fólk, sum eru undir illgruna fyri at hava havt ábyrgdina av útflutninginum. Ein høsnarungagarður, sum stóra felagið, BRF eigur og sláturvirkið, Peccin, eru stongd. Illgruni er til minst 21 sláturhús aftrat. Brasil útflytir kjøt til umleið 150 lond, og inntøkan, sum landið fær av kjøtinum og høsnarungunum, er umleið 83 milliardir krónur. Útgerðin kom til landið um vikuskiftið við farmaskipinum, Eystnesi hjá Smyril Line, og skipið setti útgerðina í land á Oyrareingjum. Við skipinum var ein borivognur, umframt onnur útgerð, sum skúrar og annað. Illveðrið fyrst í farnu viku seinkaði ferðini til Føroya, men útgerðion er nú komin til landið. Í farnu viku kom rættilig ferð á at bora tunnilin av Strondum, og nú verður borað og sprongt alt samdøgrið. Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur ongar afturkallingar fingið um kjøt úr Brasilia, sum ikki er egnað til mannaføði. Tað vil siga, at fyribils er onki, ið bendir á, at kjøtið er innflut til Føroya, nú ein stór matvørugøla hevur tikið seg upp í Brasilia. Brasilsku mynduleikarnir hava illgruna um, at neyta og høsnakjøt,ið ikki er egnað til mannaføði, er flutt út úr Brasilia og selt, sum matvøra í øðrum londum. Tað sigur DR. Ein stórur høsnagarður, ið verður rikin av altjóða fyritøkuni BRF, og tvey sláturhús hjá brasilska felagnum Peccin er vorðin stongd. Harumframt eru 21 aðrar verksmiður undir illgruna. Løgreglan í Brasilia hevur illgruna um, at íðnaðurin hevur mutrað fólk frá matvørumynduleikunum, so kjøtið hevur fingið góðkenning at kunna verða til matna. Føroyar innfluttu umleið 180 tons av kjøti úr Brasilia í fjør, tað mesta høsnakjøt. Men Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur ongar afturkallingar fingið frá danska Fødevarestyrelsen ella úr ES, sigur Laila Jacobsen, deildarleiðari á matvørudeildini hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, við útvarpið. Brasilia er heimsins stórsti útflytari av oksakjøti og høsnarungum, og umleið 150 lond flyta inn kjøt úr Brasilia, sigur Ritzau. Bæði í Miklagarði og í FK verður sagt, at tey hava ikki hesar vørur úr Brasilia. Í fleiri enn 90 dagar var Nancy Justinussen uttanlands í arbeiðsørindum í 2016. Nancy starvast á sølu marknaðardeildini hjá Atlantic Airways í Danmark og er eisini forkvinna í felagsskapinum sum eitur De danske IATA cometer. Hoyr Jancy greiða frá sínum arbeiði Bogi Winther, sum er røktari í haganum Inni í Dølum, oman fyri Gomlurætt, harmast um, at so mong ikki boða frá, tá tey koyra á seyð. Árliga verða tríggir til fimm seyðir hjá Boga Winther og teimum ákoyrdir. Tað er rættiliga sjálvdan, at fólk gera vart við, at tey hava rent á seyð. At boða frá kostar ikki føraranum nakað í sjálvum sær, og heldur ikki verður bonus hjá tryggingartakarnum ávirkað, sigur røktingarmaðurin. Tað eru fleiri gentur enn dreingir, sum søkja inn á miðnám, genturnar hava 54 prosent av samlaðu umsóknunum. Men tað eru útbúgvingar har dreingirnir eru fleiri, og tá er talan um handverksútbúgvingarnar. Tað eru góðar tíðir, og tí fara fleiri undir handverksútbúgving, og møguleikarnir fyri at fáa lærupláss økjast eisini. Ein onnur orsøk er ivaleyst, at nógv arbeiði er, og tí velja ungfólk at tjena pengar eitt skfti, áðrenn tey halda fram í skúlanum. Ein onnur orsøk heldur Mentamálaráðið vera, at tað dregur út við at fáa nýggja skúlabýgningin hjá Glasir lidnan, og tí velja tey ungu at bíða til bygningurin verður liðugur, tað verður hann í 2018. Søvnini vóru ein partur av Søvnum Landsins, men eftir at Løgmansskrivstovan tók avgerð um, at Søvn Landsins skuldu skiljast sundur aftur, og eftir at stjórin á Søvnum Landsins varð fluttur í annað starv, skulu nýggir stjórar setast. Høvuðsuppgávan hjá stjóranum á Føroya Landsbókasavni verður at menna stovnin til eitt viðkomandi og spennandi bókasavn, ið er atkomuligt hjá øllum, sum kveikir og er ein kelda til íblástur, gransking, vitan og fragd. Høvuðsuppgávan hjá stjóranum á Tjóðsavni Føroya verður eisini at menna náttúru og mentanarsøguliga høvuðssavn Føroya til eitt viðkomandi og spennandi savn, stendur í tíðindaskrivinum, løgmansskrivstovan hevur sent út. Sonny fór til skips 14 ára gamal. Skúlaskipið var trolarin Brandur Sigmundarson. Hann búði síni fyrstu ár í Skopun, men húskið flutti í 1956 til Havnar at búgva. Mamman var Semona Jakobsen úr Skopun og pápin Andrias Johannesen úr Hvannasundi. Í Skopun luttóku børnini í arbeiðnum í bø og haga, men Sonna dámdi eisini væl niðri við sjógvin. Hesa ferð hoyra vit millum annað Køtukvæðið við Ørvar Kristjánson og Við Noregs køldu strendur við Jens Lisberg. Lagt til rættis Hanna og Terji Jakobsen. Tá byrjar tilgongdin hjá bretum at fara úr ES. Tey boðini hevur forsetin í ES, Donald Tusk, fyrrapartin fingið frá bretska ES sendiharranum. Tað var í fjørsummar at ein meiriluti av bretska fólkinum atkvøddi fyri at Bretland skal fara úr ES. Úrslitið av atkvøðugreiðsluni var óvæntað, og táverandi bretski forsætisráðharrin valdi at leggja frá sær, tí hann hevði heitt á fólkið um at atkvøða fyri at Bretland varð verandi í ES. Theresa May, sum tók við sum forsætisráðharri í fjørheyst, boðaði alt fyri eitt frá, at hon fór undir samráðingar við ES um framtíðina. Eftir at hon hevur sett grein 50 í Lissabon sáttmálanum í verk, hava partarnir tvey ár til at samráðast um eina loysn, og hvussu framtíðar viðurskiftini verða ímillum Bretland og restina av ES. Gleðin var stór, tá føroyska U17 landsliðið í fótbólti spældi seg víðari til evropameistarakappingina, sum verður í Kroatia í um slakar tveir mánaðir. Hetta er fyrstu ferð, at eitt føroyskt fótbóltslandslið spælir seg víðari til eitt endaspæl. EM endaspælið fyri U17 landslið verður í Kroatia í døgunum frá 3. til 19. mai. Tað sæst í hoyringssvari frá Rúsdrekkasøluni til Vinnunevndina, nú nevndin viðger uppskotið um at loyva innflutningi av ethanoli til rúsdrekkaframleiðslu. Í svarinum mælir Rúsdrekkasølan til at markið uppá 60 prosent, sum er mest loyvda mark fyri innflutningi av rúsdrekka, verður hækkað til 75 prosent. Orsøkin er, at Rúsdrekkasølan og kundar hennara vilja hava møguleika at innflyta ymisk sløg av high end rúsdrekka omanfyri 60 prosent, sæst í hoyringarsvarinum frá Rúsdrekkasøluni. TAKS kom í februar í ár til niðurstøðuna, at Eik Banki ikki hevði rætt til tær 92 milliónir krónurnar, sum bankin upprunaliga fekk játtað sum frádrátt á sumri 2015. TAKS metti tó ikki, at málið skuldi fáa avleiðingar fyri Eik Banka. Men Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, hevur síðan sett ein bráðfeingisstjóra á TAKS, sum skal kanna, hvussu TAKS kann koma til tvær so ymiskar niðurstøður og um grundarlag er fyri, at málið verður sent fútanum. Í sendingini verður kannað, hví TAKS kom til tvær so ymiskar niðurstøður, og hvussu Eik og TAKS í felag royna at leggja lok á málið. Samstundis er varskógvarin, Jørn Astrup Hansen, stevndur fyri bakbit av Eik Banka við kravi um fongsulsrevsing í tvey ár. Tað ber ikki til at tosa um eitt skattligt goodwill, sum einki virði hevur. Tað heldur danski løggildi grannskoðarin, Lars Kiertzner. Vit hava tosað við IRF og ætla at taka okkum av trupulleikanum alt fyri eitt, sigur Rói Matras Absalonsen, sum er ein av teimum trimum bóndunum, í viðmerking við Dag og Viku. Eik Banki fer nú í søguna. Í løtuni verða skelti bankans við navninum og búmerkinum skift út. Millum annað í Havn, har myndin í greinini er tikin. Nýggja navnið hjá Eik Banka verður Betri Banki, skilir Kringvarpið í kvøld. Mánakvøldið varð farið undir at skifta øll navnaskelti við búmerki hjá bankanum út. Samtakið skiftir ham og fer nú at virka undir felagsheitinum Betri. Navnaskiftið verður kunngjørt alment í morgin. Gomlu skeltini á bygningunum vóru kortini tikin niður í kvøld, og nýggj skelti við felagsheitinum Betri komu upp. Tað eydnaðist at taka viðheftu myndina, áðrenn fjalt var út yvir nýggja skeltið við svørtum dúki. Betri Pensjón, Betri Banki og Betri Trygging skal sostatt virka undir felagsheitinum Betri. Hendan myndin er tikin í kvøld uttan fyri høvuðssætið hjá Eik Yviri við Strond, har ein partur av Tryggingarfelagnum eisini hevur húsast seinastu vikurnar. Vísindasiðsemisnevndin sigur í sínum svari, at hon setur spurnartekin við, um ráðið er politiskt sett, tá landsstýrisfólkini, sum umboðað politiskar flokkar, seta ráðið. Eisini felagið Føroyskir Sálafrøðingar ivast í, um rætt er, at politiska skipanin velur limir í Etiska ráðið. Í hoyringarsvari frá Føroyskum Sálarfrøðingum verður sett spurnartekn við óheftni hjá Etiska ráðnum, tá politisku flokkarnir skulu velja tríggjar limir í ráðið. Tað verður gjørt av trygdarávum eru boðini úr Kina. Kina er tað landið sum innflytur mest av kjøtvørum úr Brasil, og avgerðin kemur illa við hjá brasilsku bøndunum. Myndugleikarnir í Brasil hava givið fleiri stórum útflytarum forboð fyri at senda kjøt og høsnarungar til onnur lond, eftir at tað er komið fram, at feløgini hava mutrað eftirlitsfólk, so bæði rotið kjøt og høsnarungar við salmonella eru sendir til onnur lond. Brasilski ráðharrin í landbúnaðarm,álum, Blairo Maggi, finst samstundis hvassliga at brasilsku løgregluni fyri framferðina í málinum, tí løgreglan hevur almannakunngjørt, at kjøt, sum ikki er mannaføði, er selt til onnur lond. Fráboðanin kom, hóast løgreglan bert hevur funnið einstakar tilburðir av vánaligum kjøti. Hann metir støðuna vera hættisliga fyri brasilska landbúnaðin. Eisini Suðurkorea og Chile hava sett forboð fyri at innflyta kjøt og høsnarungar úr Brasil, og onnur lond, millum annað í Evropa, fara at herða eftirlitið við kjøtvørum úr Brasil. ES hevur sett forboð fyri at innflyta kjøt frá fýra sláturvirkjum í Brasil. Brasil er størsti útflytari av oksakjøti og høsnarungum, og løgreglan hevur kunngjørt nøvnini á fleiri feløgum, sum ikki hava farið rætt fram. Teirra millum eru JBS, sum er heimsins størsta felag tá talan er um oksakjøt og BRF, sum er heimsins størsta felag tá talan er um høsnarungar. Bæði feløgini siga seg einki skeivt hava gjørt. Ein kanning, sum Gallup hevur gjørt, vísir, at bara 37 prosent av teimum spurdu halda lítið av Donald Trump, samstundis sum 58 prosent siga hann ikki vera egnaðan sum forseta í USA. Í eini kanning, sum varð gjørd seinast í januar, vóru 45 prosent nøgd við hann og 45 prosent ónøgd við hann sum forseta, tað vil siga, at støðan hjá honum er versnað síðani tá. Í kanningini eru 1500 fólk spurd, og kanningin varð gjørd umvegis telefon. Meiningakanningar fingu nógva umrøðu eftir at Trump varð valdur til forseta, tí undan valinum vístu allar kanningarnar, at hann fór at tapa. Tí varð ivi sáddur um kanningarnar, og um tær hava nakað virði. Sirkus er í Dagstovninum á Hamrinum, og tey framføra fyri foreldrum, vøggustovum og barnagørðum. Tey ganga í skúlabólkinum á Argjahamri, og skúlabólkurin eitur Spírarnir. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur fingið longda svarfreist frá landsstýrismálanevndini hjá Løgtinginum at svara kæruni frá Meginfelag útróðrarmanna um mannagongdina, tá fiskidagar vórðu ásettir í heyst. Meginfelag útróðrarmanna sendi 14. desember í fjør kæru til landsstýrismálanevndina um Høgna Hoydal, landsstýrismann í fiskivinnumálum. 9. mars bað nevndin landsstýrismannin koma við einari frágreiðing innan 14 dagar. 15. mars biður Fiskimálaráðið, vegna landsstýrismannin, um longda svarfreist, tí ein frágreiðing í hesum máli er serliga tíðarkrevjandi at gera, tí neyðugt er at fáa innlit í allar upplýsingar og málsgongdina í málinum, fyri at gera frágreiðingina, sigur Fiskimálaráðið. Landsstýrismaðurin hevur fingið longda svarfreist frá landsstýrismálanevndini, og skal nú svara nevndini í seinasta lagið hósdagin 6. apríl. Umframt kæruna frá MÚ, eru tvær aðrar kærur um Høgna Hoydal, landsstýrismann, hjá landsstýrismálanevndini. Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti skal spæla ímóti Grikkalandi og Finnlandi í innleiðandi EM undankapping. Føroyar komu í bólk A. Lutakastið var í morgun. Evropeiska hondbóltssamgongan kastaði eisini lut um, hvør hevur fyrsta rætt at hýsa EM undankappingini og har vunnu føroyar. Sostatt er tað upp til Hondbóltssambandið, um føroyska landsliðið skal spæla dystirnir móti Finnlandi og Grikkalandi á heimavølli. Líggjas Olsen spælir rhodes, ljómborð og syngur. Sakaris Emil Joensen hevur forritað og spælir ljómborð og Rebekka Petersen syngur kór. Hvussu ávirka miðlar og arkitekturur okkara hugsanir um kvinnur og menn Í hvønn mun er kyn avgerandi fyri byggisnið og samferðslu Hvussu skipa vit almenna rúmið fyri øll Hesi evni verða viðgjørd á einum tiltaki í fyrilestrarøðini VITSKA í Norðurlandahúsinum í dag kl. 16.00 18.00. Tiltakið er fyriskipað í samstarvi millum Javnstøðunevndina, Norðurlandahúsið og Fróðskaparsetur Føroya. 10.floks næmingar í skúlanum við Løkin í Runavík, framføra í hesum døgum leikin Hodja úr Pjort. Tey fara at greiða frá og vit hoyra brot úr leikinum. Samstundis sum landsstýrismaðurin í Vinnumálum arbeiðir við at eini roynd at skilja TF Samtakið sundur, tekur TF Holding Samtakið enn eitt stig at samansjóva samtakið. Eitt felag ein hurð. Tað er millum annað boðskapurin í tíðindaskrivinum, sum er sent út í dag, og felags heitini Betri siga søguna um eitt felag. Seinni í dag fer Betri eisini at boða frá leiðslubroytingum í samtakinum. Átta feløg í TF Samtakinum, sum kunnu skipast í Ognarfelag, Móðurfelag og dótturfeløg hava í dag skift navn, so øll koma undir heitið Betur, sambært tíðindaskrivi frá Samtakinum. Tey átta feløgini eru Ognaðarfelag Tryggingartakaranna TF Holding Eik Inni Betri Pensjón TF Íløgur Tryggingarfelagið Faroeese Insurance Company Guernsey Ltd. Móðurfelagið eitur Betri PF, Eik skiftir navn til Betri Banki, Trygginarfelagið Føroyar skiftir navn til Betri Trygging, meklarafyritøkan Inni skiftir navn til Betri Heim. Hvat verður av Faroeese Insurance Company Guernsey Ltd og TF Íløgur fáa vit helst meira at vita um seinni í dag, tá samtakið kemur við eini fráboðan um broytingar í leiðsluni í samtakinum. Navnabroytingin er ein roynd at samansjóva samtakið og átakið kemur samstundis sum landsstýrismaðurin í vinnumálum arbeiðir við eini roynd at skilja samtakið sundur. Sambært formanninum í TF Holding er hendan kósin stungin út í kortið fyri langari tíð síðani og hon tekur ikki atlit til royndina hjá landsstýrismanninum í vinnumálum at skilja risasamtakið sundur. Atfinningar mótvegis bygnaðinum har milliardir av harraleysum pengum vekja minnir frá gamla Eik og grunninum, sum fór logandi á heysin í 2010. Hetta, umframt atfinningar av førleikunum í nevndunum í frágreiðing frá Fíggjareftirlitinum, hevur fingið Poul Michelsen at fara undir eina tilgongd, ið skal minka váðan fyri einum skrædli, sum kann fáa alt samfelagið at ridla. Samtakið Betri PF, sum TF Samtakið eitur í dag, er ein risi í føroyska fíggjarheiminum við sínum 2,6 milliardum í eginpeningi og einum leiðslubygnaði, har fólk verða vald demokratiskt og ikki eftir førleikum. Síðani er landsstýrismaðurin farin undir eina tilgond saman við trygingareftirlitnium og PF Betur, og tað kunnu koma broytingar í upprunaliga uppskotinum, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður. Hann sigur í stuttari viðmerking í dag, at hann hevur fingið at vita, at tað ikki er ein trupulleiki at marknaðarføra seg saman og kortini hava ymisk feløg, men rennur Betri PF seg í trupulleikar, fer hann at taka neyðugu avgerðirnar, sigur Poul Michelsen við útvarpið. Føroya rættur hevur dømt tveir menn, 25 og 22 ára gamlir, ávikavist 10 og 11 mánaðar forngsulsrevsing fyri at hava smuglað sl k 5 kilo av hassji til Føroya og fyri at hava ætlanir um at selja tað víðari. Menninir, annar ein dani, komu til Føroya við Norr nu. Við sær høvdu teir ein gamlan bil, sum danin átti. Tollararnir í Havn fingu frænir um, at okkurt var í bilinum, og boðaðu løgregluni frá. Menninir vórðu handtiknir uttan fyri bústaðin hjá føroyinginum. Tá vóru teir í ferð við at bera hassjið, sum teir høvdu fjalt í bilinum, inn í húsini og at skrúva billutirnar saman aftur. Menninir hava sitið í varðhaldi síðani teir vórðu handtiknir. Teir eru dømdir 10 og 11 mánaðar fongsulsrevsing, men annar maðurin hevur biðið um tíð at umhugsa dómin. Í gjárkvøldið skrivaðu fleiri amerikanskir miðlar um ætlanirnar at banna ferðafólkum úr fleiri londum at taka teldil og berbarar teldur við í handviðførið á flogferðum til USA. Í morgun váttaðu embætisfólk í Trump fyrisitingini hetta, skrivar AFP tíðindastovan. Sambært tíðindastovuni kemur forboðið í gildi í dag. Tað ber í sær, at ferðafólk mugu kekka inn elektroniska útgerð, sum er størri enn ein fartelefon, áðrenn tey fara umborð á flogfarið. Talan er um berbara teldu, teldil og stór myndatól. Sambært AP tíðindastovuni er talan um flogvøllin í Kairo í Egyptalandi, Amman í Jordan, Kuwait City í Kuwait, Casablanca í Marokko, Doha í Qatar, Riyadh og Jeddah í Saudi Arabia, Istanbul í Turkalandi, og Abu Dhabi og Dubai í Sameindu Emiratunum. Endamálið við forboðnum er at styrkja trygdina. Í forboðan frá flogfelagnum Royal Jordanian Airlines og alemnnu tíðindastovuni í Saudi Arabia, eru fartelefonir og medisinsk útgerð ikki fevnd av forbonum. Men øll onnur elektronisk útgerð skal pakkast niður og kekkast inn. Ein talsmaður fyri trygdarstovnin hevur sagt við tíðindastovuna hjá AP, at hann vil ikki viðmerkja málið. Súni Scwartz Jacobsen, sum hevur verið samtaks og bankastjóri, verður nú eisini forstjóri í tryggingar og pensjónsfelagnum hjá samtakinum. Neytini og tarvkálvarnir, sum hava ligið í einari opnari grøv, verða nú flut hagar, tey skulu, tað er á brennistøðina hja IRF í Leirvík. Borgarstjórin í Eysturkommunu øtast, og bóndin sjálvur tekur í egnan barm, eftir at Dagur og Vika í gjárkvøldið vístu myndir av dripnum neytum og tarvkálvum. Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, hevur tikið aftur uppskotið hjá sær, um at veita stuðul til útbúgvingar uttanlands til fólk við autismu og líknandi avbjóðingum. Eyðgunn Samuelsen vil ikki siga, hví hon hevur tikið uppskotið aftur, annað enn, at uppskotið ikki er búgvið. Landsstýriskvinnan vil sleppa at hyggja nærri at uppskotinum, sigur hon. Men hóast landsstýriskvinnan hevur tikið tað aftur, so hava tingmennirnir fyri Miðflokkin lagt júst sama uppskot fram aftur fyri løgtingið. Tað kunnu teir gera sambært grein 55 í tingskipanini, har tað stendur Beint eftir, at boðað er tinginum frá afturtøku, spyr løgtingsformaðurin, um annar løgtingsmaður, løgmaður ella landsstýrismaður tekur upp aftur uppskotið ella skrivliga fyrispurningin. Um so er, verða uppskotið ella skrivligi fyrispurningurin viðgjørd á tí stigi, sum tey eru komin til. Løgtingsmaðurin hjá Sjálvstýrinum spyr landsstýrismannin, hvørji ítøkilig stig landstýrismaðurin fer at taka í málinum, og um roknað verður við, at samgongan fer at taka undir við hesum Í viðmerkingum til fyrispurningin sigur Kári P. Højgaard, at á IN.fo er Rigmor Dam, landsstýriskvinna, tann 1. mars 2017 endurgivin fyri at siga, at Posta skal avtakast og gerast til ein almennan stovn, og at hækkanin av kostnaðinum fyri blaðútberan fer avstað við øllum miðlastuðlinum Tí sigur Kári P. Højgaard, at tá landsstýrisfólk alment koma út við so greiðum fráboðanum, má hetta takast í álvara, og ivaleyst kenna starvsfólkini á Posta ivasemi og ótta, nú ótryggleiki enn einaferð er reistur um framtíðar virksemi hjá almenna partafelagnum. Nevndin hevur lagt fram álit í málinum um at stovna lønargrunn fyri stórmeistara í talvi. Tað er Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, ið hevur lagt málið fram. Mentanarnevndin skrivar í áliti sínum, at landsstýrið og politiska skipanin arbeiða við langtíðar felagsleisti fyri úrvalsavrik, og at játtanin til talvsambandi er hækkað trýhundraðtúsund krónur. Harumframt er Talvsamband Føroya longu er byrjað at arbeiða saman við stórmeistaranum um ein menningarleist fyri talv við hækkaðu játtani. Løgtingið heitir á landsstýrið um at kanna møguleikarnar fyri at stovna lønargrunn stórmeistara í talvi og leggja møgulig lógaruppskot fyri Løgtingið. Harafturat heitir Løgtingið á landsstýrið um at kanna møguleikan at samskipa eina tílíka stuðuls og samsýningarskipan við úrvalsavrik innan onnur øki . Limirnir, sum eru 18 og 19 ára gamlir, eru Eyðfinn Lamhauge, sang Sámal M. Johannesen, bass Fríði Bjarkhamar, trummur Oddur Joensen, gittar og Eyðun Ranason Nolsøe, gittar. Hetta kvøldið fáa mongu útisetarnir framløgur um allar møguleikarnar í Føroyum. Eitt nú verður kunnað um búðstaðarmøguleikar, arbeiðsmøguleikar, íverksetan, umframt at tað eru umboð frá ALS, Landssjúkrahúsinum og Sendistovuni. Tórskvøldið er besta høvi hjá útisetum at netverka og tosa við onnur við sama áhuga í einum føroyskum høpi. Tiltakið verður á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn, 23. mars frá kl 19 til 22. Siri Helgadóttir Tórgarð, leiðsluráðgevi, Suni Poulsen, sálarfrøðingur, og Sigri Gaini, kandiatur í pedagogiskari filosofi, eru hesa ferð kjakarar á Breddanum, har vit reflektera um aktuell evni og rák í tíðini. Skulu vit hava eitt etiskt ráð í Føroyum, og hvør er tann rætti at viðgera etiskar spurningar. Tað komandi Etiska ráðið, sum er í umbúna í Føroyum, verður viðgjørt og spurt verður, hvønn týdning eitt slíkt ráð kann fáa fyri almenna kjakið og føroyska samfelagið. Strongd er eitt fyribrigdi, sum vindur upp á seg. Er tað verri enn áður. Hví gerast vit strongd. Hvat kunnu vit gera. Og hvat kunnu arbeiðsgevarar gera. Og sjúkrahúsverkið í Føroyum skal loksins gerast ein organisatión við einum ovasta stjóra. Hvussu man tað fara at rigga. Og hvørjar eru avbjóðingarnar. Sambært Reuters eru tvey fólk skotin uttanfyri inngongdina til tjóðartingsbygningin, og alt virksemi í bygninginum er steðgað og tryggjað. Sambært Sky News var bretski forsætisráðharrin, Thersa May í tjóðartinginum tá skotini hoyrdust, hon varð fingin úr bygninginum av einum løgreglumanni, og er farin úr tjóðartinginum. Fólk siga seg hava sæð ein mann við knívi uttanfyri tjóðartingið, og eisini at ein trygdarvørður skjeyt ein mann sum leyp á ein løgreglumann. Seinastu tíðindini úr London vilja vera við, at minst 12 fólk eru særd í einum álopi við tjóðartingið, og at ein bilur koyrdi á fleiri fólk á Westminster Bridge. Sambært Reuters eru tvey fólk skotin uttanfyri inngongdina til tjóðartingsbygningin, og alt virksemi í bygninginum er steðgað og tryggjað. Sambært Sky News var bretski forsætisráðharrin, Thersa May í tjóðartinginum tá skotini hoyrdust, hon varð fingin úr bygninginum av einum løgreglumanni, og er farin úr tjóðartinginum. Fólk siga seg hava sæð ein mann við knívi uttanfyri tjóðartingið, og eisini at ein trygdarvørður skjeyt ein mann sum leyp á ein løgreglumann. Seinastu tíðindini úr London vilja vera við, at minst 12 fólk eru særd í einum álopi við tjóðartingið, og at ein bilur koyrdi á fleiri fólk á Westminster Bridge. Løgreglan sigur seg framvegis ikki kunna siga, um talæan var um eina yvirgangsatsókn ella eina aðra atsókn. Nýggi bygnaðurin í Betri samtakinum er rættuliga langt frá tí, sum samtakið hevur fingið boð frá mær um. Tað sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, sum er á veg í løgtingið við lógarbroytingum, ið skulu tryggja eitt greitt skott millum banka og tryggingarvirksemið í Betri samtakinum. Lógaruppskotini verða umrødd á landsstýrisfundi í næstu ella aðru viku og síðani løgd fyri løgtingið. Av tí at síðsti framløgudagur er farin, verða tey løgd fram við 17 undirskriftum. Harumframt hevur eitt eygnavitni greitt BBC frá, at ein bilur koyrdi inn í fimm fólk á Westminister Bridge. Fleiri av fólkunum eru illa løstað. Vit tosaðu við Daniel á Lofti seint seinnapartin, meðan hann enn var til arbeiðis. Hann var ikki heilt tryggur við støðuna, tí vit hava sæð fyrr, at fleiri atsóknir koma uppá ein gang í Evropeiskum stórbýum. Leiðarin fyri stríðnum móti yvirgangi í Metropolitan løgregluni, Mark Rowley, sigur við BBC, at løgreglan heldur seg vita, hvør gerningsmaðurin er, og at hann hevur fingið íblástur til atsóknirnar frá altjóða og islamistiskum yvirgangi. Men hann vildi tó ikki fara í smálutir. Tað var um hálvgum trý tíðina í gjár, at ein einsamallur álopsmaður í einum gráum Hyundai bili koyrdi framvið gongubreytini á Westminister Bridge, nærindis bretska parlamentinum í miðbýnum í London. Maðurin stýrdi bilin upp á gongubreytina og rendi í fleiri umførum á fólk, sum vóru til gongu á brúnni. Síðani rendi bilurin inn í gyrðingina, sum er kring House of Parliament. Álopsmaðurin hevði knív við sær, og rann móti parlamentinum, har hann royndi at sleppa inn. Løgreglan steðgaði manninum, men ein av løgreglumonnum var óvápnaður, og álopsmaðurin stakk og drap løgreglumannin. Eitt annað løgreglufólk skeyt og drap gerningsmannin, skrivar BBC. 34 ára gamli Martin Pearce, sum býr Norwich, var staddur við brúnna. Hann greiddi soleiðis frá í gjár Blóð er allastaðni. Eg veit ikki hví, eg gráti, men fólk eru skotin ella stungin alla staðni. Tey hava stongt brúnna. Uha. Eg havi tað gott, men fólkini á brúnni hava tað ikki gott, segði Martin Pearce. Gøturnar í Westminister hýsa heimsins elsta parlamenti, og tað er gróðurfest í frælsiandanum, sum sendur ekkó til fjarðastu partar av heiminum. Og virðini verða umboðað í parlamentinum, demokrati, frælsi, mannarætindini og lógarverkið, sum eru virðini hjá einum frælsum fólki. Tí er tað eitt mál, fyri tey, sum vraka slík virði. Lat meg siga tað greitt, at allar royndir at berja niður hesi virði við harðskapi og yvirgangi eru dømdar at miseydnast. Í morgin kemur parlamentið saman aftur sum vanligt, segði Teresa May í talu til bretska fólkið í gjárkvøldið. Sjey fólk eru handtikin eftir yvirgangsatsóknina í London í gjár skrivar BBC. Fimm fólk eru deyð eftir yvirgangsatsóknirnar í London seinnapartin í gjár, og 40 fingu løstir. Leiðarin fyri stríðnum móti yvirgangi í Metropolitan løgregluni, Mark Rowley, sigur við BBC, at løgreglan heldur seg vita, hvør gerningsmaðurin er, og at hann hevur fingið íblástur til atsóknirnar frá altjóða og islamistiskum yvirgangi. Men hann vildi tó ikki fara í smálutir. Tað var um hálvgum trý tíðina mikudagin, at ein einsamallur álopsmaður í einum gráum Hyundai bili koyrdi fram við gongubreytini á Westminister Bridge, nærindis bretska parlamentinum í miðbýnum í London. Maðurin stýrdi bilin upp á gongubreytina og rendi í fleiri umførum á fólk, sum vóru til gongu á brúnni. Síðani rendi bilurin inn í gyrðingina, sum er kring House of Parliament. Álopsmaðurin hevði knív við sær, og rann móti parlamentinum, har hann royndi at sleppa inn. Løgreglan steðgaði manninum, men ein av løgreglumonnum var óvápnaður, og álopsmaðurin stakk og drap løgreglumannin. Eitt annað løgreglufólk skeyt og drap gerningsmannin, skrivar BBC. Danskir og føroyskir skattamyndugleikar eru komnir ásamt um, at sendifólk Føroya eiga at verða skattað í Føroyum eftir føroyskum reglum. Semja er tí eisini um, at upphæddin, ið sendifólk Føroya áður hava rindað til Danmark, verður flutt til Føroyar. Neyðugt er tí, at viðkomandi skattareglur á økinum verða broyttar, summar við afturvirkandi gildi. Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, hevur lagt fram uppskot um at broyta skattalógina, so hetta kann koma í gildi. Samd Fíggjarnevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið, sigur nevndin í álitinum til uppskotið. Seinasta vikuskiftið valdu sjúkrarøktarnir um alt landið, ársins sjúkrarøktarafrøðing, og tað bleiv Beinta Joensen, sjúkrarøktarfrøðingur. Beinta starvast á diabetesambulatoriinum á Landssjúkrahúsinum. Eg eri sera fegin um heiðurin eg havi fingið, men tað er sanniliga toymið, sum eg arbeiði saman við, sum eisini eigur henda heiður, sigur ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Beinta Joensen tað er ofta trupult at halda fast í kjarnuuppgávuni í arbeiðinum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, sum ikki altíð hava tær bestu arbeiðsumstøðurnar, sigur forkvinnan í sjúkrarøktarafelagnum, Óluvá í Gong. Hóast tað, so hevur Beinta megna at framt eitt dygdargott arbeiði. Grundgevingin hjá stýrinum, sum var sett at velja ársins sjúkrarøktarafrøðing, ljóðar soleiðis Ársins Sjúkrarøktarfrøðingur er Beinta Joensen. Beinta ger ein mun. Hon útinnir, miðlar og mennir sjúkrarøkt á ein fyrimyndarligan hátt. Hon røkkur víða við síni vitan til frama fyri tey, sum sjúkan fatar um ella á onkran hátt eru ávirkað av støðuni. Hon gevur eina vitan, sum førir við sær fyribyrging av seinkomplikatiónum og eitt heilsubetri lív til alla familjuna. Hon røkkur út um sjúkrahúsið og tey, sum eru beinleiðis ávirkað av sjúkuni, til alt samfelagið. Hon er soleiðis eisini við til at gera sjúkrarøktina sjónliga fyri øll . Bygnaðurin í Betri samtakinum minnir um bygnaðin við gamla Eik Grunninum, sum átti Eik. Tað sigur Eyðfinnur Jacobsen, advokatur, sum kannaði, hví Eik Grunnurin fór á húsagang í 2010. Kim Hansen, tryggingarmeklari, sum áður sat í nevndini í TF Holding, heldur, at stóri fíggjarrisin á Kongabrúnni í Havn er ein stórur váði fyri føroyska búskapin. Radarin spyr eisini Ásu Hammershaimb Christiansen, sum hevur kannað hugtakið fólksins ogn í fakinum løgsøgu, um munin millum landsins ogn og fólksins ogn . Og vit hoyra Thorvald Gylfason, búskaparprofessara, staðiliga mæla føroyingum til at læra av stóru mistøkunum hjá íslendingum, nú fiskivinnan skal nýskipast. Í 2015 kom nýggj demensætlan, sum sigur, at tað eru serliga sjey øki, sum á ymsan hátt krevja ein innsats. Eitt av hesum er til tey avvarðandi. Demensætlanin mælir til at gera Føroyar til eitt demensvinarligt samfelag. Fyritreytir fyri hesum er at geva fólki og myndugleikum vitan og innlit í viðurskifti, sum gera, at fólk við demens áhaldandi kunnu vera ein partur av samfelagnum. Malan Mohr, forkvinna í Alzheimerfelagnum og Lis Hansen, landsdemensætlanarsamskipari, eru í útvarpsstovuni. Næmingar í 3. flokki í Vestmanna eru við í norðurlendskari kapping um at savna plastik. Tey kláraðu at savna tjúgu kilo uppá fimtan minuttir. So sendu tey eina mynd, sum prógv. Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, spurdi Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum, um hon hevði ætlanir um, at syrgja fyri, at dialysusjúklingar í Suðuroynni kunnu fáa viðgerð í oynni, ístaðin fyri at skula ferðast til Havnar fleiri ferðir um vikuna. Hoyr her, hvat Sirið Stenberg, landsstyriskvinna í heilsumálum, svaraði í Løgtinginum mikudagin, tá munnligir fyrispurningar vórðu svaraðir. 20. apríl er evstamark fyri at lata inn handrit til kappingina um at skriva nýggjar útvarpsleikir. Og saman við Mariusi Rein, Sigmundi Poulsen og Jóhann Mortensen varpa vit ljós á útvarpsleikir sum miðil og frásøguhátt, eins og vit eisini hoyra brot úr fleiri útvarpsleikum. Týsdagin var altjóða poesidagur, og saman við Arnbirni Dalsgarð, Heðini M. Klein, Oddfríði Marna Rasmussen, Vónbjørt Vang, Trúgva Danielsen, og Bergi Djurhuus Hansen seta vit poesi í hásæti. 20. apríl er evstamark fyri at lata inn handrit til kappingina um at skriva nýggjar útvarpsleikir. Og saman við Mariusi Rein, sum tók upp nógvar av fyrstu útvarpsleikunum, Sigmundi Poulsen, sum hevur skrivað fleiri fjølbroyttar útvarpsleikir, og Jóhann Mortensen, leiðslusamskipara í kringvarpinum, varpa vit ljós á útvarpsleikir sum miðil og frásøguhátt, eins og vit eisini hoyra brot úr fleiri útvarpsleikum. Hoyr frásøgnina her Í 1987 vitjaðu Zacharias Hammer og Ragnar C. Joensen hjá eldru hjúnunum Alberthu og Meinhard Gaardlykke úr Lamba, sum á mangan hátt livdu sum í gomlum døgum. Tey vóru nærum tey einastu tá, sum vóru eftir í Føroyum, ið høvdu kúgv í kjallaranum og livdu av tí, sum náttúran gav. Sendingin er um partar av lívinum á bygd, ið tá var um at gerast søga. Vit síggja Alberthu mjólka kúnni, gera ost, rómastamp, ketilost, rullipylsu og kjøtpylsu. Hon leggur klæðir á blik og annað mangt. Stuttrøðin er í tveimum pørtum, seinni partur kemur næsta mikukvøld. Sendingina gjørdu Zacharias Hammer og Ragnar C. Joensen Tað segði bretski forsætisráðharrin, Theresa May, tá hon fyri løtu síðani helt røðu í tjóðartinginum. Bretskir myndugleikar halda, at yvirgangsmaðurin hevur fingið íblástur frá islamistiskum yvirgangsfelagskapum sum ISIS Einans við at halda fram, sum vit vanliga gera, kunnu vit vinna á yvirganginum og royndini at køva okkara fólkaræði, segði Theresa May, bretski forsætisráðharrin, millum annað í røðuni í tjóðartinginum. Besta svarið til yvirgang finst í okkara gerandisatburði. Uttan fyri hesar múrar fara milliónir undir sín gerandisdag í dag nógv fólk eru í gøtunum, nógv fólk eru á skrivstovum og í kaffistovum, og fólk fara í hesi løtu umborð á flogfør og tok á veg til London at vitja besta býin í heiminum. Tað er við hesum atburði, at vit finna besta svarið móti yvirgangi. Ein atburð, sum noktar at víkja, og greitt sigur okkara fígginda, at tit fara ongantíð at vinna. Vit fara at gera hetta við sama áræði og dirvi, sum tann løgreglumaðurin, ið legði seg millum yvirgangsmannin og okkum í gjár, segði May. Partafelagið Líraberg fekk ikki viðhald í sakarmálinum móti Fiskimálaráðnum. Eystari Landsrættur fríkendi fyrrapartin Fiskimálaráðið fyri øll krøv, sum Líraberg reisti móti ráðnum. Líraberg stevndi Fiskimálaráðið eftir 750.000 krónum í endurgjaldi fyri mistan makrel í 2012. Í stevningini vildi reiðaríið eisini hava rentir omaná. Partafelagið vildi hava rættin at døma Fiskimálaráðið at viðganga, at tað var skeivt ikki at geva Samtakinum Sjófeli makrelkvotu í 2012. Samtakið søkti um 15 prosent av kvotuni, ella 22.500 tons. Partafelagið Líraberg vildi tí hava rættin at døma Fiskimálaráðið at viðganga, at tað ikki umsitur lógina um vinnuligan fiskiskap rætt. Í desember 2015 fríkendi Føroya Rættur Fiskimálaráðið fyri øll krøv, men partafelagið Líraberg skeyt dómin inn fyri Landsrættin. Eystari Landsrættur kemur til somu niðurstøðu, og hon er at Samtakið Sjófeli ikki hevði rætt til nakra kvotu, tí samtakið ikki sjálvt átti nakað skip. Víst verður til lógina um vinnuligan fiskiskap, sum sigur, at fiskiloyvi skal latast einstøkum reiðarum og ikki einum samtaki. Í Føroya Rætti varð partafelagið Líraberg dømt at rinda Fiskimálaráðnum 75.000 krónur í sakarkostnaði. Eystari Landsrættur dømdi fyrrapartin partafelagið at rinda Fiskimálaráðnum 75.000 krónur fyri advokatútreiðslur av at royna málið í landsrættinum. Kommunurnar í Føroyum hava nú onga uttanlandsskuld. Nú finst eingin føroysk kommuna, sum hevur lán í útlendskum feløgum. Runavíkar kommuna og Sands kommuna hava í hesum døgum fingið kvittan fyri, at øll teirra skuld í felagnum KommuneKredit er goldin aftur. Hesar báðar kommunurnar vóru tær síðstu í Føroyum, sum høvdu lán í felagnum. Tað skrivar Fíggjarmálaráðið á heimasíðuni. Upprunaliga skyldaði Sands Kommuna 17,3 milliónir krónur og Runavíkar kommuna fimm milliónir krónur. Fyrsta lánið, sum KommuneKredit gav føroyskari kommunu, var í 1911. Og nú meira enn 100 ár seinni eru øll føroysku kommunulánini í felagnum afturgoldin. At allar føroyskar kommunur nú eru loystar úr samábyrgdini í KommuneKredit merkir eisini, at landskassin nú eisini er loystur frá veðhaldi fyri lánini. Galdandi lógargrundarlag hjá Kommunekredit loyvir ikki longur lánsveiting til føroyskar kommunur, stendur á heimasíðuni hjá Fíggjarmálaráðnum. Umboðsmaðurin fekk eina klagu frá einum borgara um vantandi løn fyri arbeiðsvenjing hjá Almannaverkinum. Arbeiðsvenjingin vardi í tríggjar mánaðar og ikki fyrr enn fýra mánaðar eftir at arbeiðsvenjing varð endað, fekk klagarin útgoldið sína løn. Borgarin hevur rykt Almannaverkið skrivliga tann 28. apríl 2016 og 28. juli 2016 um løn fyri arbeiðsvenjingina. Almannaverkið sæst hvørki at hava svarað nevndu rykkjarum frá klagaranum skrivliga ella skrásett nakað munnligt svar uppá rykkjarnar. Hetta er als ikki nøktandi, sigur Løgtings umboðsmaður. Umboðsmaðurin gevur Almannaverkinum eina átalu fyri handfaringina av málinum, men ger ikki meira við málið. Mimir er Føroya besta universitet, tí har lærir ein nakað um lívið. Tað heldur yrkjarin Daniella Andreasen, sum er klár við einum nýggjum savni. Vit hitta hana í sendingini. Leikluturin hjá bókasøvnunum broytist í hesum digitalu tíðunum. Men helst verður nógv brúk fyri bókasøvnunum í eini framtíð, sum verður alt meira merkt av alternativum tíðindum og privatum nettænastum, heldur býarbókavørðurin Arnbjørn Ó. Dalsgarð. Tey ungu hava tikið Instagram miðilin til sín. Tað hava tey ungu listafólkini eisini. Í sendingini práta vit við fotomyndlistakvinnuna Gyðu Jacobæus um Instagram fotografiir og feminismu. Andorra telist millum minstu fótbóltstjóðirnar í Evropa. Tó hevur landið fleiri íbúgvar enn Føroyar. Á leið 85.000 fólk búgva í Andorra. Teir 85.000 íbúgvarnir eru ikki so vanir at síggja sítt fótbóltslandslið vinna, tí tað hevur bara einaferð eydnast teimum at vinna ein undankappingardyst. Í 2005 vann Andorra á heimavølli 1 0 á Makedonia í HM undankappingini. Hetta bleiv besta undankappingini hjá Andorra nakrantíð, sum vann sær fimm stig. Føroyar og Andorra hava einaferð áður spælt móti hvørjum øðrum. Tað var í venjingardysti í San Fernando í Spania í 1999. Dysturin endaði 0 0. Teir ellivu, sum landsliðsvenjarin Allan Simonsen setti á vøllin frá byrjan, vóru hesir 1.Jens Martin Knudsen GÍ 2.Óli Johannesen TB 3.Jens Kristian Hansen B36 4.Pól Thorsteinsson B36 5.Hans Fróði Hansen HB 6.Øssur Hansen B36 7.Henning Jarnskor GÍ 8.Julian Johnsson Kongsvinger IL 9.Allan Mørkøre HB 10.Uni Arge HB 11.Jákup á Borg B36 Ein spælari, Moises San Nicolás, kemur úr felagnum FC Lusitanos, sum spældi móti EB Streymi í innleiðandi umfarinum í Champions League í 2013. Úrtøkan hjá Andorra hevur heldur ikki verið nógv at reypa av higartil. Teir hava einki stig fingið í bólki B og málúrtøkan er 1 13. Dysturin millum Andorra og Føroyar verður spældur leygardagin klokkan 17.00. Sjónvarpið sendir beinleiðis. Vit byrja klokkan 16.45 Forlagið Sprotin gav út bókina í 2015, Edward Fuglø hevur gjørt kápumyndina til føroysku útgávuna. Sonja Kjølbro hevur staðið fyri umbótingini. Sparta snýr seg hesaferð um menningina, sum er farin fram á A landsliðnum síðan dreymabyrjanina í 1990. Eisini hita vit upp til dystin ímóti Andorra og so verður sokallaði gylti møguleikin fyri EM luttøku viðgjørdur. Heimavøllurin vitjar fimleikafelagið Flog í Fuglafirði og ítróttakalendarin bjóðar eitt nú FM í svimjing. Luttakarar hesaferð Jóannes Jakobsen, Sigfríður Skaale Clementsen, Jákup Emil Hansen, Cesc Sanjuan, Leivur Frederiksen, Bergtóra Cederiusdóttir og Rókur í Jákupsstovu. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, heldur ikki, at danska lóggávan tryggjar barnið nóg væl, og tí skulu vit smíða okkara egnu lóg, sigur hon. Í gjárkvøldið doyði ein 75 ára gamal maður av løstunum, sum hann fekk í atsóknini við tjóðartingið. Hini, sum lótu lív, vóru ein bretsk kvinna, ein amerikanskur ferðamaður, ein bretskur løgreglumaður og álopsmaðurin sjálvur. Tað eru framvegis útivið 40 fólk, sum vórðu særd í álopinum, fleiri av teimum álvarsliga, og teirra millum eru trý løgreglufólk, upplýsir politiið í London. Síðani atsóknina seinnapartin mikudagin hevur bretska løgreglan gjørt húsarannsóknir ymsastaðni í landinum, og hevur higartil tikið átta fólk, sum eru undir illgruna um yvirgangsvirksemi. Tey tiknu eru fimm mans, sum eru millum 23 og 58 ár og tríggjar kvinnur sum eru 21, 26 og 39 ára gamlar. Fólkini eru tikin í húsarannsóknum í landsynningspartinum av London, í Brighton og í Birmingham. Løgreglan kannar framvegis bústaðir í økjunum og í Wales. Hildið verður kortini framvegis, at maðurin sum framdi atsóknina mikudagin var einsamallur um atsóknina, og hevði fingið íblástur frá altjóða yvirgangi, sigur bretska løgreglan. Hóast nøgdin av feskum fiski, sum varð avreiddur í januar og februar í ár, í mun til somu tíð í fjør var umleið tann sama, so er virðið 22 milliónir krónur minni í ár, vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni. Teir báðar fyrstu mánaðirnar í ár vórðu seld 9.700 tons av botnfiski, ímóti 10.000 tonsum somu mánaðir í fjør. Virðið í ár er 116 milliónir krónur, í mun til 138 milliónir krónur í fjør. Í ár vórðu fiskað sløk 1000 tons minni av toski, men meir av upsa, hýsu og øðrum botnfiski. Toskurin var ein triðing minni enn í fjør, og virðið var næstan 20 milliónir krónur minni. Orðaskiftið var byrjað seinnapartin í gjár, men tingfundurin varð slitin eftir yvirgangsatsóknina í London. Tað er skotski fyrstiráðharrin, Nicola Sturgeon, sum vil hava heimildina at útskriva fólkaatkvøðu. Tað hendir eftir at hon fleiri ferðir hevur tosað við bretska forsætisráðharran, Theresu May, sum ikki vil ganga skotska kravinum á møti, at Skotland verður verandi í ES, hóast Bretland fer burturúr samveldinum. Eftir ætlan skal fólkaatkvøðan vera seinast í 2018 ella fyrst í 2019. Skotar valdu at verða verandi í ES, hóast bretar valdu at fara úr ES á fólkaatkvøðuni í fjørsummar, og skotska stjórnin sigur limaskapin í ES at vera avgerandi fyri framtíðina. Skotland hevur stórt hall á fíggjarlógini, eftir at oljuprísurin lækkaði, og hallið er størri enn hallið hjá kreppurakta Grikkalandi. Samstundis eru vánalig útlit fyri at oljuinntøkurnar hjá Skotlandi fara at hækka í bræði, og tí halda skotar at limaskapur í ES er avgerandi fyri framtíðina. Ein meiningakanning sum stovnurin, Opinium, hevur gjørt fyri blaðið, The Observer, vísir, at 54 prosent av bretsku veljarunum siga seg rokna við, at Bretland fer í upploysn. Tann ultimativi kærleikin er at verða hjá tí, tú elskar bæði tá tað gongur við og tá tað gongur ímóti, og at hava dirvi at seta orð á tað, sum er svárt í lívinum Umleið 60 málningar og tekningar hjá kendum føroyskum listafólkum, verða seld á uppboðssølu leygardagin, í morgin, í Posthúskjallaranum í Havn. Uppboðssølan byrjar klokkan 14. Ebba Hentze vildi, at innkomni peningurin óskerdur fer til Rithøvundafelagið at nýta til frama fyri ungar rithøvundar. Tí vóna tey nógv fólk til uppboðssøluna Ársins metal battle verður í Sjónleikarhúsinum í Havn leygarkvøldið. Teir fimm bólkarnir, ið dystast um sigurin og møguleikan at spæla á Wacken í Týsklandi, eru Goresquad, Necrolepsia, Iron Lungs, Bragdarlogi og Asyllex. Morgunsendingin skiftir orð við Teit Egholm Fossaberg, umboðandi Upp við hornunum, Jan Roger Pettersen frá Metal Battle Norra, Søren Weiss Kristiansen frá Blastbeast.dk og Kára Streymoy, ið er fyrrveandi trummusláari í Týr. Bæði Týskland og Eysturríki arbeiða við at herða reglurnar fyri fremmandafólk í landinum, bæði fyri flóttafólk, migrantar og eisini fyri fólk sum koma úr øðrum ES londum. Eysturríkski uttanríkisráðharrin, Sebastian Kurz, sigur, at stjórnin umhugsar at avmarka talið av fólkum úr ES londunum, tí tey leggja ovurhonds stórt trýst á sosialu skipanina í Eysturríki. Umhugsað verður, at fólk ikki skulu fáa nakra almannahjálp tey fyrstu fimm árini tey eru í landinum. Og fólk skulu heldur ikki fáa arbeiðsloysisstuðul fyrstu fimm árini. Frælsið til at leita sær arbeiði allastaðni, má ikki býtast um at finna sær atgongd til bestu almannaskipaninar, sigur Sebastian Kurz, uttanríkisráðharri í Eysturríki. Fleiri siga eysturríksku avgerðina vera í stríð við aðalmálið hjá ES, sum er, at eins løn fyri sama arbeiðið í øllum londunum, og somu atgongd til bæði arbeiðsloysisstuðul og almannaskipanir í øllum londunum. Tí er lagt upp til stríð ímillum sjónarmiðini hjá ymsu londunum. Í Týsklandi er eisini stríð um tilflytrarar og flóttafólk. Ein avtala sum Angela Merkel í fjør gjørdi við Javnaðarflokkin, fer úr gildi í vár, og tí mælir samveldiskanslarin til, at fólk ikki kunnu flyta til Týsklands til sonevnda familjusamanføring, fyrr enn minst tvey ár eru farin. Týski Javnaðarflokkurin vil hava galdandi, at flóttafólk, sum eru flýdd av krígsávum, skulu hava lættari við at fáa næstringar til Týsklands, meðan konservativi vongurin vil hava avtaluna frá í fjør longda í minst tvey ár. Tað kann hava við sær, at foreldur noyðast at bíða eftir børnunum í minst tvey ár, og tað er brot á bæði grundlógina og mannarættindini, siga tey sum finnast at ætlanini. 137.000 sýrisk flóttafólk hava fingið fyribils uppihaldsloyvi í Týsklandi síðani í 2015, vísir ein uppgerð. Tað leggur stórt trýst á kommunurnar í landinum, sum mæla til strangari reglur. Nú skal eitt íverksetaraumhvørvi fyri føroyskar íverksetarar gerast í Danmark. Sendistova Føroya í Keypmannahavn fer at skipa nýggjan menningardepil fyri føroyskar íverksetarar á Sendistovuni á Norðuratlantsbryggjuni. Endamálið er at skapa eitt íverksetaraumhvørvi fyri føroyskar íverksetarar, sum vilja vaksa út í heim og eisini útisetar, sum ynskja at flyta heim at byrja nýggjar fyritøku í Føroyum, sæst í tíðindaskrivi frá Uttanríkis og vinnumálaráðnum. Íverksetarafyritøkur kunnu leiga arbeiðspláss og atgongd til fundar og mótttøkuhøli á Sendistovuni fyri lagaligar treytir. Eisini fáa íverksetararnir í boði ókeypis ráðgeving frá øllum pørtum í føroysku vinnuframaskipanini. Tá ið fyritøkurnar búnast, hækkar gjaldið, fyri at húsast á Sendistovuni, men tær fáa framhaldandi møguleika fyri innivist á Bryggjuni til kappingarførar prísir, stendur í tíðindaskrivinum. Lið A Hallur Holm liðskipari , Petur Niclasen og Guri Poulsen. Lið B Ludvík við Stein liðskipari , Rógvi Jacobsen og Guðrun Joensen. Vertur Leivur Frederiksen. Endamálið er at bøta um sjúklingatrygdina og læra av feilum, sum henda í heilsuverkinum. Ætlanin er at skipanin skal setast á stovn í ár, í samband við at partar av donsku heilsulógini, verða sett í gildið í Føroyum. Tá danski heilsulógin kom í gildi í 2007 í Danmark, var eisini ein skipan sett á stovn, har heilusstarvsfólk kunnu fráboða og viðgera ótilætlaðar hendingar. Ein ótilætlað hending er ein hending, har alt ikki gongur sum ætlað í samband við eina viðgerð. Ein ótilætlað hending stendst bæði um sjúklingur kemur til skaða, og um hann hevur verið í vanda fyri at koma til skaða. Tað stendur á heimasíðuni hjá Stýrinum fyri sjúklingartrygd í Danmark, sum umsitur skipanina við ótilætlaðum hendingum. Tað eru bæði heilsustarvsfólk á sjúkrahúsunum, í Almannaverkinum og aðrastaðni, har heilsustarvsfólk starvast, ið dulnevnt skulu fráboða ótilætlaðu hendingarnar. Í Danmark verða hendingarnar fráboðaðarumvegis heimasíðuna hjá Stýrinum fyri sjúklingartrygd, og ætlanin er at nýta eina líkandi skipan í Føroyum. Málsøkið er danskt. Tí verður tað Landslæknin, sum fær ábyrgd av at stovna og byggja upp skipanina við ótilætlaðum hendingum. Av tí, at talan er um danskt málsøki, rinda danir skipanina, og tí verður mett, at tað ikki verða stórvegis útreiðslur fyri land og kommunur í Føroyum av skipanini. Landslæknin skal sambært lógini gera eina árliga frágreiðing um skipanina. Endamálið við skipanini er sambært lógaruppskotinum at heilsuverkið kann eftirmeta sína viðgerð og fáa møguleika fyri at betra um sjúklingatrygdina. Í Danmark verður tann fráboðaða hendingin send til stovnin har hendingin hendi, og har verður hendingin viðgjørd og greina fyri at finna feilin og síðani kunna seta í verk fyribyrgjandi átøk. Eisini verða fráboðanirnar sendar til Stýrið fyri sjúklingatrygd, sum hevur ábyrgdina fyri landsfevnandi fyribyrgjandi átøkum. Ætlanin er at seta eina líkandi skipan í gildi í Føroyum áðrenn 1. januar 2018. Skipanin við ótilætlaðum hendingum er bara ein partur av heilsulógini, sum er til viðgerðar í Løgtinginum í løtuni. Fyrsta viðgerð av lógini var týsdagin, og hon liggur nú í Trivnaðarnevndini hjá tinginum. Higartil hevur landslæknin kannað mál, sum hann hevur fingið kærur ella upplýsingar um, at onkur ikki klárar galdandi krøv. Men nú skal hann gera meira framsøkin í kanningunum. Eftirlitið við heilsuverkinum verður broytt í sambandi við at partar av donsku heilsulógini skulu setast í gildi í Føroyum. Hendan lógin er til viðgerðar í Løgtinginum í løtuni. Eftir galdandi reglum hevur landslæknin eitt sokallað reaktivt eftirlit við heilsuverkinum. Tað vil siga, at landslæknin ger eftirlitsvitjanir ella kanningar um hann fær upplýsingar uttanifrá um at viðurskifti ella atferð hjá heilsustarvsfólki ikki stendur mát við krøvini. Talan kann til dømis vera um eina kæru, um onkur vendir sær til landslæknan við upplýsingum ella um eitt mál kemur fram í miðlunum. Tað eru altso upplýsingar, sum koma uttanífrá, sum gera, at landslæknin kannar eitt mál. Men í framtíðini skal landslæknin eisini verða meira framsøkin í eftirlitsarbeiðnum, og fremja eitt sokallað váðagrundað eftirlit. Tað vil siga, at landslæknin í framtíðini skal meta um, hvar størstu vandarnir fyri sjúklingatrygdina eru í heilsuverkinum og síðani gera kanningar av hesum. Landslæknin kann meta um, hvat neyðugt er at kanna við at samanbera ymiskar upplýsingar. MIllum annað váðametingar, kærur, upplýsingar frá sjúklingum, heilsustarvsfólki og almennum stovnum, og miðlaumrøðu. Verðandi eftirlit verður sostatt nágreinað og supplerað tá Landslæknin umframt at kanna mál, har alt ikki er farið rætt fram eisini fær skyldu at meta um, hvar størstu trupulleikarnir eru í heilsuverkinum, og kanna hesi viðurskriftini. 20. apríl er evstamark fyri at lata inn handrit til kappingina um at skriva nýggjar útvarpsleikir. Og saman við Mariusi Rein, sum tók upp nógvar av fyrstu útvarpsleikunum, Sigmundi Poulsen, sum hevur skrivað fleiri fjølbroyttar útvarpsleikir, og Jóhann Mortensen, leiðslusamskipara í kringvarpinum, varpa vit ljós á útvarpsleikir sum miðil og frásøguhátt, eins og vit eisini hoyra brot úr fleiri útvarpsleikum. Hoyr frásøgnina her Tað er í samstarvi við Posteftirlitið, at Posta hækkar prísin fyri útbering. Tað sæst á í skrivum, ið Posta hevur sent Uttanríkis og vinnumálaráðnum, ið Kringvarpið hevur fingið innlit í. Greiningararbeiðið av bløðunum varð gjørt á heysti 2016, og gjøgnumgingið saman við Posteftirlitinum. Niðurstøðan var, at Posta hevur hall av blaðútbering, og at prísirnir skulu dagførast, sæst í brævi, Posta hevur sent Vinnumálaráðnum 28. februar. Sambært einum øðrum brævi, ið Posta hevur sent vinnumálaráðnum 2. mars, er tað Posteftirlitið, ið hevur biðið Posta um at fáa prísin á eitt støði, sokallað break even, so Posta ikki ber tap av at bera bløð út. Í brævinum stendur, at Posteftirlitið hevur verið av teirri fatan, at tað er partur av skylduni at reka ávíst postvirksemi við halli, eins og við bløðunum. Men Posteftirlitið hevur heitt á Posta um at avmarka halli á blaðútbering næstu árini, tó at Posta ikki skal vinna pening av hesum virksemi, stendur í brævinum frá Posta til vinnumálaráðið. Posta hækkar prísin fyri blaðútbering fyrsta apríl. Prísurin hækkar umleið eina krónu fyri hvørt blað. Fyrrverandi egyptiski forsetin, Hosni Mubarak, er í dag latin leysur, eftir at hann í seks ár hevur sitið í fongsli. Eftir uppreisturin í egyptiska høvuðsstaðnum, Kairo, undir sonevnda Arabiska Várinum í 2011, varð Mubarak rikin frá valdinum og handtikin. Hosni Mubarak hevur síðani hildið til á einum hernaðarsjúkrahúsi. Verjin hjá Mubarak, Farid al Deeb, sigur við AFP tíðindastovuna, at hann í dag er farin av sjúkrahúsinum heim til sín sjálvs í Heliopolis. Mubarak varð í 2012 dømdur lívlanga fongsulsrevsing fyri at hava viðvirka til at fleiri mótmælisfólk vórðu dripin undir Arabiska várinum. Umleið 850 mótmælisfólk lótu lív undir uppreistrinum móti stýrinum hjá Mubarak, sum vardi í 18 dagar. Ein kærudómstólur kravdi tvey ár seinni, at málið skuldi viðgerðast av nýggjum. Tað endaði við, at ovasti kærudómstólurin í Egyptalandi fyrr í hesum mánaðinum fríkendi fyrrverandi forsetan fyri at hava viðvirkað til drápini. 20. apríl er evstamark fyri at lata inn handrit til kappingina um at skriva nýggjar útvarpsleikir. Og saman við Mariusi Rein, Sigmundi Poulsen og Jóhann Mortensen varpa vit ljós á útvarpsleikir sum miðil og frásøguhátt, eins og vit eisini hoyra brot úr fleiri útvarpsleikum. Týsdagin var altjóða poesidagur, og saman við Arnbirni Dalsgarð, Heðini M. Klein, Oddfríði Marna Rasmussen, Vónbjørt Vang, Trúgva Danielsen, og Bergi Djurhuus Hansen seta vit poesi í hásæti. Aksel hevur mest týskar Høfner gittarar. Men eisini er ein, sum ommubeiggi hansara, hin kendi fuglaútstapparin í Nólsoy Niels á Botni, hevur gjørt. Umframt hetta er ein Høfner gittari hjá Ova Joensen, sála Spurningurin er um nýdoypta Betri samtakið sleppur at halda fram sum ætlað, tí landsstýrismaðurin í vinnumálum er ikki fegin, hann hevur áður boðað frá, at um nakað skal gerast, so eiga hesir stóru peningatangar at skiljast sundur. Og enn er ikki heilt greitt, um nøkur lík liggja í lastunum har í EIK, í TF Holding og í TAKS. Men framvið landsvegunum liggja lík. Deyðir seyðir, tí onkur hevur rent á teir og letur teir liggja uttan at boða bóndunum frá. Og tí fáa bøndurnir einki endurgjald frá td. Betri Trygging. Og á gamla Leirvíksvegnum høvdu bøndur sjálvir tveitt deyðar tarvkálvar, tí teir kendu ikki reglurnar um, at man ikki tveitir deyðar tarvkálvar frá sær bara onkrastaðni. Tað er ivasamt, um ætlaðu økiskvoturnar tæna sínum endamáli. Tað heldur Jónleif Johannesen, formaður í tingbólki Javnaðarfloksins. Tey eru annars ikki nógv í samgonguni, sum alment vilja finnast at uppskotinum um fiskivinnunýskipan. Fólkið í London minnist enn mongu yvirgangsatsóknirnar hjá IRA og lata seg ikki kúga. Tað sigur Hjørdis Súsanna í Dávastovu, sum býr í London. Fyrsta dagin byrjar niðurteljingin til Brexittilgongdina, ið skal enda við, at Bretland fer úr ES. Nýggja støðan fær eisini týdning fyri viðurskifti Føroya við Bretland, ikki minst um fiskirættindi, men enn eru spurningarnir fleiri enn svarini. Tá grein 50 í Lissabonsáttmálanum er sett í verk, hava Bretland og ES tvey ár at samráðast um, hvussu framtíðar viðurskiftini millum Bretland og ES skulu verða. Arnbjørn Fagraklett er í rættinum í Herning dømdur fyri ærumeiðing. Tað kemst av, at hann á einum facebook bólki almannakunngjørdi ein lista yvir menn, sum sambært honum vóru dømdir ella undir illgruna fyri pedofili. Tveir mans, sum vóru á listanum, vóru ikki dømdir. Arnbjørn Fagraklett varð dømdur í rættinum fyrradagin, og skal gjalda tilsamans 100.000 krónur. Føroyameistarakappingin í svimjing byrjaði klokkan 17 í dag og heldur fram í morgin og sunnudagin. Umframt at svimja fyri FM gulli, svimja tey eisini fyri at kvalifisera seg til oyggjaleikir í Gotlandi í summar. Tað er ymiskt, nær mann fær staðfest, at mann er orðblindur, men Tóra Pálsdóttir Isholm fekk tað staðfest í seinnu helvt av 1.s í Hoydølum. Hon greiðir frá, at tað er øgiliga týdningarmikið at læra seg at brúka tey amboðini, ið mann fær, sum skjótast, tí so kann mann líka nógv sum øll onnur. Onkur varð staðfest orðblind í 8. flokki, ein annar í HF og hin triðja í student. Vit práta við trý ung, sum eru orðblind, um teirra tilgongd at verða staðfest við orðblindni dyslexia. Vit hoyra tær ymisku søgurnar, og so práta vit eisini við ein, ið hevur verið orðblindalærari. Hann greiðir frá, hvussu tað kann vera ein fyrimunur at vera orðblindur. Føroyameistarar 100 m. frí kv. Vár Eidesgaard, HS 57.53 50 m. firvald m. Óli Mortensen, HS 25.35 200 m. blandað kv. Sára Nysted, Susvim 2.19.64 200 m. bringa m. Róland Toftum, Susvim 2.17.55 50 m. firvald kv. Vár Eidesgaard, HS 28.69 200 m. rygg m. Alvi Hjelm, Ægir 2.06.40 100 m. rygg kv Signhild Joensen, Ægir 1.01.39 met 200 m. blandað m. Alvi Hjelm, Ægir 2.09.87 50 m. bringa kv. Ásbjørg Hjelm, Ægir 33.01 100 m. frí m. Óli Mortensen, HS 52.35 800 m. frí kv Vár Eidesgaard, HS 9.03.92 1500 m. frí m. Óli Mortensen, HS 15.15.85 Fyrrverandi løgmaður Anfinn Kallsberg biður nú sitandi løgmann, Aksel V. Johannesen um at bera Heðini Mortensen, tingmanni umbering fyri órætt, ið hann gjørdi móti honum fyri 17 árum síðani. Tað kemur fram í einum svari frá løgmanni til Heðin Mortensen, sum herfyri setti honum ein skrivligan fyrispurning um, hvat hann ætlar at gera fyri at fáa fram í ljósið, hvat hendi, tá táverandi løgmaður Anfinn Kallsberg av órøttum kærdi seg fyri tingformansskapinum fyri at hava brotið sína tagnarskyldu sum næstformaður í Uttanlandsnevndini og at hava likið trúnaðarupplýsingar til Dimmalætting. Ákærurnar frá Anfinni Kallsberg vóru falskar, skrivar Heðin Mortensen í fyrispurninginum, og ja, tað vóru tær, stendur í svarinum, sum nú er komið frá sitandi løgmanni. Aksel V. Johannesen, løgmaður sigur í svari sínum, at hann ikki ætlar sær at taka nøkur serlig stig, tí tað, sum undanmaður hansara hevur gjørt ella ikki, er uttan fyri starvsøkið hjá sær. Men Aksel V. Johannesen skrivar eisini soleiðis Í sambandi við fyrispurningin havi eg kortini tosað við Anfinn Kallsberg, fyrrverandi løgmann, um málið. Í hesum sambandi heitti fyrrverandi løgmaður á meg um at gera sær tann beina at bera fram eina umbering til spyrjaran, tí hann fyri 17 árum síðan av órøttum ákærdi spyrjaran fyri at leka trúnaðarupplýsingar til Dimmalætting. Fyrrverandi løgmaður visti ikki og kundi heldur ikki ímynda sær tá, at hesin lekin kom frá landsfyrisitingini sjálvari, stendur í svarinum frá Akseli V. Johannesen. Málið er komið fram í ljósmála eftir 17 ár, tí Sjúrður Skaale, fyrrverandi embætismaður í fullveldislandsstýrinum hevur skrivað um júst hendan lekan í eini bók um hetta politiska tíðarskeiðið. Lekin, sum Heðin Mortensen fekk skuldina fyri at hava likið, var eitt upprit til Uttanlandsnevndina, har limirnir ikki so mikið sum fingu loyvi til at vísa tað fyri sínum floksfeløgum ella ráðgevarum. Í bókini skrivar Sjúrður Skaale Til tess at geva landsstýrinum ein fyrimun í umrøðuni fór eg hóskvøldið 27 januar 2000 til ein journalist á Dimmalætting. Við mær hevði eg eitt eintak av sáttmálaritinum . Anfinn Kallsberg, løgmaður ákærdi eftir lekan hjá Sjúrða Skaale Heðin Mortensen, næstformann í Uttanlandsnevndini fyri at vera tann seki í hesum lógarbroti. Men nú 17 ár eru liðin, og Sjúrður Skaale hevur lagt kortini á borðið í bók síni altso at tað var hann, sum lak fyri at geva landsstýrinum ein fyrimun í fjølmiðlaumrøðuni ja, so hevur Anfinn Kallsberg altso biðið sitandi løgmann um at bera Heðini Mortensen eina umbering fyri ákærurnar. Eyðsýnt er, at floksleiðslan er undir stórum trýsti bæði úr høgra og vinstra borði av uppskotinum um at nýskipa fiskivinnuna, sum bæði reiðarar og tey flestu verkafeløgini í landinum hava funnist hvassliga at. Eisini innanfloks hava harðar atfinningar verið móti bæði formanninum og nyskipanaruppskotinum og orðaskiftið eftir formansfrágreiðngina fer kanska eisini at varpa ljós á tað. Flokstingið verður hildið undir yvirskriftini fólkaræði, fiskur og virðisvøkstur og tað er eisini ein ásannan av, at størsta málið í mong ár eisini fyri flokkin sjálvan er at fáa eina fiskivinnunýskipan framda, uttan at flokkurin sjálvur verður ov nógv skalaður av henni. Landsstýrismálanevndin viðger eitt mál um, hvørt Høgni Hoydal, landsstýrismaður segði ósatt fyri løgtinginum, tá hann tann 8. mars segði, at eingin reiðari, sum hevur sítt virksemi í dag, noyðist at skerja tað, um nýskipanin verður framd. Flokstingið hjá Tjóðveldi heldur fram til klokkan hálvum seks í kvøld og til ber at fylgja við á heimasíðuni tjodveldi.fo, har fundurin skuldi stroymast. Kristin Dam Ziska, varðaalskrivari í fótbóltssambandinum sigur við in.fo, at vøllurin er ikki frystur, og at tað verður líggjari út á dagin. 4 4 1 1 Gunnar Nielsen Málverji Jónas Tór Næs Høgri bakkur Viljormur Davidsen Vinstri bakkur Atli Gregersen Miðverji Jóhan Troest Davidsen Miðverji Sølvi Vatnhamar Sentralur miðvøllur Hallur Hansson Sentralur miðvøllur Kaj Leo í Bartalsstovu Vongur Gilli Sørensen Vongur Jóan Símun Edmundsson Hangandi áleypari Páll Klettskarð Áleypari Spurningarnir hesaferð eru frá einari danskari kvinnu, sum hevur trupult við at fáa arbeiði í Føroyum, tí hon ikki tosar føroyskt og frá einum starvsfelaga, ið fýlist inn á, at onkur á arbeiðsplássinum pissar á gólvið á vesinum. Í panelinum í dag eru Leif Láadal, Barbara Holm og Eiler Fagraklett Fyrrverandi løgmaður Anfinn Kallsberg biður nú sitandi løgmann, Aksel V. Johannesen um at bera Heðini Mortensen, tingmanni umbering fyri órætt, ið hann gjørdi móti honum fyri 17 árum síðani. Tað kemur fram í einum svari frá løgmanni til Heðin Mortensen, sum herfyri setti honum ein skrivligan fyrispurning um, hvat hann ætlar at gera fyri at fáa fram í ljósið, hvat hendi, tá táverandi løgmaður Anfinn Kallsberg av órøttum kærdi seg fyri tingformansskapinum fyri at hava brotið sína tagnarskyldu sum næstformaður í Uttanlandsnevndini og at hava likið trúnaðarupplýsingar til Dimmalætting. Ákærurnar frá Anfinni Kallsberg vóru falskar, skrivar Heðin Mortensen í fyrispurninginum, og ja, tað vóru tær, stendur í svarinum, sum nú er komið frá sitandi løgmanni. Aksel V. Johannesen, løgmaður sigur í svari sínum, at hann ikki ætlar sær at taka nøkur serlig stig, tí tað, sum undanmaður hansara hevur gjørt ella ikki, er uttan fyri starvsøkið hjá sær. Heðin Mortensen, tingmaður, er í útvarpsstovuni saman við Brynhild Thomsen Í dag er føðingardagur V.U. Hammershaimbs, og tí verður eisini móðurmálsdagur hildin. Málráðið hevur valt yrkismál sum evni fyri Móðurmálsdagin í ár, sum verður hildin í Løkshøll í Runavík frá klokkan eitt til fýra nú seinnapartin. Tiltakið endar við, at ein móðurmálsvirðisløn verður handað. Við at seta sjóneykuna á yrkismál vísir Málráðið á týdningin á øllum økjum at hava eitt væl virkandi mál, sum alt árið kann rúma øllum samskifti og øllum tí, sum fólk fáast við í sínum yrki. Sirið Stenberg landsstýriskvinna í Heilsumálum feganst um broytingina, og heldur, at tað er eitt stórt fet rætta leið at bøta um sjúklingatrygdina Í grundgevingini stendur, at Suni merkistein í ein mansaldur við sínum frásagnarkynstrið hevur verið við til at varðveita, menna og mýkja føroyska málið. Miðvíst og við nærlagni hevur hann ment og mýkt ítróttamálið í Kringvarpi Føroya, og hann hevur skrivað bøkur um ymiskar ítróttagreinar, eitt nú verkið í trimum bindum um føroysku fótbóltssøguna og stóra verkið um føroyska telving í 20. øld. Hann hevur ávirkað málið í føroyskum ítrótti og slóðað fyri hjá teimum yngru, so at vit í dag hava eitt ítróttamál, sum er væl ment og kennist heimligt , stendur millum annað í grundgevingini. Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, handaði Suna Merkistein virðislønina vegna landstýriskvinnuna Rigmor Dam. Virðislønin er 25.000 krónur, og tað eru Málráðið, Mentamálaráðið, Nám, Sosialurin og Móðurmálslærarafelagið, sum skipaðu fyri Móðurmálsdegnum. Lat tað vera sagt, at um tað skuldi verið ein vinnari í heldur lunkaða 0 0 javnleikinum millum Andorra og Føroyar í kvøld, so skuldi tað verið føroyar eftir málmøguleikunum. Føroyar koma eisini til málmøguleikar, tann størsta fær Jóan Símun Edmundsson, tá hann rennur frá øllum mótstøðuleikarunum, men skotið fer beint á málverjan. Aðrir møguleikar eru eisini. Hallur Hansson stendur í góðari støðu, men rakar ikki bóltin nóg væl, tá hann skal skalla móti málinum. Tað skuldi endurtaka seg í seinna hálvleiki í munandi betri støðu. Jóan Símun Edmundsson telist millum allarbestu føroysku spælararnar, sum nakrantíð hava spælt á føroyska landsliðnum, men dysturin í kvøld verður ein, sum hann skjótt vil gloyma. Tá 74 minuttir eru farnir, fær hann sítt seinna gula kort, tá hann letur seg detta fyri at fáa frísspark. Dómarin fer, sum hann skal, í lumman eftir seinna gula kortinum, og so er Jóan Símun Edmundsson útvístur. Føroyar hava trupult við at skapa møguleikar í seinna hálvleiki, og ein situr við kensluni av, at skal tað henda, so skal tað koma frá 25 ára gamla toftamanninum. Men við filmingini setur hann liðið hjá sær í trupla støðu. Tó skuldi hann ikki fingið fyrra gula kortið, sum hann fekk í fyrra hálvleiki, tá ein kann argumentera fyri, at Føroyar áttu brotsspark. Hvat sum kundi hent við 11 móti 11 í tjúgu minuttir afturat, fáa vit ongantíð at vita. Síðsta korterið er tað Andorra sum roynir at vinna dystin. Teir komu til nógv frísspørk, sum teir senda inn í føroyska brotssteigin, men sjáldan verður tað vandamikið. Í so máta skal føroyska verjan hava rós. Andorra hevði ikki ein veruligan møguleika í øllum dystinum. Men so skal eisini vera sagt, at hetta er eitt lið, sum kann spæla dystir í fleiri ár uttan at skora eitt mál. Í yvirtíðini er frísspark til Føroyar. Sølvi Vatnhamar sendir eitt perfekt fríspark inn í brotssteigin, men ein púra fríur Hallur Hansson rakar bóltin so skeivt sum til ber. Bólturin sær út til at fara á økslina heldur enn pannuna. Føroyska liðið hevur við Lars Olsen spælt við mest sum somu spælskipan í øllum dystum. Men hesaferð varð spælt uttan verjukendan miðvallara. Í seinna hálvleiki, áðrenn útvísingina, hevði verið upplagt at vent aftur til vanligu spælskipanina, tí føroyska spælið riggaði illa. Kreativu miðvallararnir, Sølvi Vatnhamar og Hallur Hansson, á sentrala miðvøllinum sóu út til at vera læstir, tí teir ikki vildu geva Andorra pláss til kontra. Dysturin í kvøld gav eisini ábendingar um, at frægasta loysnin til fremsta plássið er Jóan Símun Edmundsson, tí hóast Páll Klettskarð bardist fyri øllum, so var hann ongantíð nær við einum málmøguleika. Páll Klettskarð fekk tó heldur ikki nógv at arbeiða við frá Gilla Rólantsson og Kaj Leo í Bartalsstovu á síðunum, sum komu við sera fáum innleggum. Tað var saknur í Sølva Vatnhamar á høgru síðu, har hann plagar at spæla. Møguliga er føroyski fótbóltsfjepparin blivin ov forkelaður av nógvu góðu avrikunum frá hesum liðnum, tá ein ikki er nøgdur við eitt stig á útivølli, men hetta var ikki nóg gott. Tað heldur forkvinnan Anita á Fríðriksmørk. Hon metir, at útreiðslurnar til slíkar ferðir eru væl brúktar, hóast ongar ítøkiligar politiskar avtalur koma burturúr. Anita á Fríðriksmørk vísur á, at sum heild, skilja nevndarlimirnir í uttanlandsnevndini nú betri stríðið millum palæstinensar og jødar í Ísrael, og serliga støðuna hjá palæstinensum Uttanlandsnevndin ferðast uttanlanda annaðhvørt ár, men ongar frágreiðingar verða gjørdar burturúr vitjanunum, so vinna og borgarar kunnu kunna seg um ferðirnar, tí tað er ikki eitt krav, men. Løgereglan í Havn tók í nátt ein mann, ið koyrdi við kenning. Eisini fekk løgreglan steðgað monnum, ið vóru við at fara til hendurs. Fyrsta flogfarið hjá flogfelagnum SAS setti seg í Vágum klokkan hálvgum ellivu fyrrapartin. Flogfarið fer avstað aftur klokkan 11 10. Um vikuskifti almannakunngjørdi Atlantsflog nýggja bonusskipan. Talan er um súluskipanina, sum felagið annars legði í grøvina, tá SAS og Atlantsflog fórú í samstarv um Eurobonus skipanina. Tað kom fram í Løgtinginum fríggadagin, tá Henrik Old, landsstýrismaður, svaraði skrivligum fyrispurningi frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni. Fyri okkum í Føroyum var tað kanska ófrættakent, tá bæði Maired McGuinnes og eitt nú írski sendiharrin í Bruxells søgdu, at fiskivinnumál fóru at fáa ein sentralan lut í samráðingunum. Mc Guinnes greiddi frá, at fiskivinnuspurningar skjótt tendraðu í, tá samráðingarnevndir annars førdu róligar tingingar sínamillum, og tað var í tí sambandinum hon mælti pørtunumtil at gera sítt ítarsta fyri at taka øðini úr fisivinnuspurningum, tí annars endaði tað við bardaga á sjónum skrivar Magni Arge á facebook. Bretland hevur eitt sterkt offensivt kort í fiskivinnuspurninginum, tí stórur partur av fiskiríkidøminum hjá EU er í bretskum sjógvi. Pelagiska tilfeingið stórt í bretskum sjógvi, og eitt nú veiða danir meiri enn triðingin av fiskinum i bretskum sjógvi. Eisini hollndingar, fransmenn, portugisar, spaniólar og onnur veiða í bretskum sjógvi.Fyri Føroyar fær hetta sjálvandi eisini stóran týdning, tí nú kemur Bretland uppí standalandasamráðingarnar og taka yvir stóran lut av tí samráðingarstøðu sum EU annars hevur havt. Tað kann hava við sær góðar møguleikar, men sannlíkt eisini stórar avbjóðingar, og tí er umráðandi at vit í Føroyum eisini fyrireika okkum væl til hesa broytingina. Tað snýr seg bæði um at fyrireika seg til komandi telvingar um lut í eitt nú pelagiska fiskiríkidøminum, og at vit taka hædd fyri, at okkara lutur kann gerast minni enn hann er í dag. Sjúrður Skaale ivast ikki í, at bretar eisini fara at royna at fáa burtur av føroyska køkupettinum. Hoyr hvat Sjúrður Skaale sigur í samrøðuni omanfyri. Tosað varð um ein hálvan finaludyst, undan dystinum millum Sporðdrekan og Hamar, tí bæði liðini høvdu vunnið ein dyst móti hvørjum øðrum og tapt hinar móti Ravni. Alt sá út til at vera avgjørt, men í fjórða og seinasta fjórðingi steðgaði mest sum alt upp hjá Hamari, og Sporðdrekin fekk heili 25 stig, meðan Hamar bert fekk fýra, so endaliga støðan bleiv 70 63 til Sporðdrekan. Ravnur hevur longu tryggjað sær annað finaluplássið, men spenningurin er als ikki farin úr kappingini um hitt finaluplássið, tí tað verður mest sannlíkt ikki avgjørt fyrr enn í síðsta umfarið, tá Hamar og Sporðdrekin spæla aftur. Játtanarkarmarnir hjá landsstýrinum skulu leggjast fram hesa vikuna. Játtanarkarmarnir eru grundarlagið undir fíggjarlógaruppskotinum, sum verður lagt fram í heyst. Sambært grein 54 í tingskipanini skulu játtanarkarmarnir leggjast fram innan fyrsta apríl. Fyrsti apríl er leygardagin, og tí skal uppskotið um játtanarkarm leggjast fram í seinasta lagi fríggjdagin. Vanliga plaga tíðindafundur at vera, tá karmarnir verða lagdir fram, men enn hevur Fíggjarmálaráðið ikki boðað alment frá, nær tíðindafundur verður um karmarnar. Tá ætlanin varð løgd javnvigaði hon við null, men nú kommunan ger íløgur í nýggjan skúla, verða 34 milliónir tiknar av peningi, ið kommunan hevur sett av til málið. Av tí at talan er um eykajáttan vísir fíggjarætlanin hjá Klaksvíkar kommunu hall, hóast kommunan eigur peningin, og ikki skal út at læna. Sonny Johannesen var 11 ár við trolaranum Brandi Sigmundarsoni, eitt nú í Grønlandi heystið 1968, tá rýmt varð fyri fiskaloysi. Royndu nú í Íslandi, Barentshavinum og Ný Fundlandi til summarið 1974, tá skipið varð lagt. Sonny tók stýrimansprógv í Havn. Hóast hann ætlaði sær út at sigla, endaði hann á trolarabrúgv. Fekk í 1975 Polarborg II í Vági at føra. Fiskaðu til ísfisk undir Íslandi, eystan fyri og undir Føroyum, tá fiskimarkið var farið út á 200 fjórðingar í 1977. Keypti trolútgerðina hjá einum enskum trolara, sum hevði mist reiðskapin í rættinum. Tað var eitt heppið bragd. Sonny Johannesen var skipari á Polarborg II eini fimm ár. Tann nógva royndin var undir Føroyum, men fiskað varð eisini í Íslandi og eystanfyri. Føroyaleiðin var nýggj hjá teimum føroysku trolarunum, og nógv nýtt varð roynt bæði við leiðum og fiskaløgum. Stundum við góðum úrslitum. Um hetta mundið varð eisini arbeitt við svartkjaftatrolaranum Andriasi í Hvannasundi, sum varð bygdur í Noregi og kom í mars 1986. Hoyringarfreistin til nógv umrødda uppskotið um fiskivinnunýskipan, sum Høgni Hoydal, landsstýrismaður, legði fram sætta mars, er farin Ætlanin er, at skipanin skal koma ístaðin fyri verðandi skipan, sum gongur út á nýggjárinum, tí galdandi veiði og fiskiloyvi fara úr gildi 1. januar komandi ár. Avrikini í útvarpssendingum, sjónvarpssendingum, frásagnum og bókum vísa, at hann á ymsu pallunum megnar frásagnarkynstrið og har er við til at varðveita, menna og mýkja føroyska málið. Hugsað verður um munnlig eins væl og skrivlig avrik hjá Suna Merkistein. Miðvíst og við nærlagni hevur hann ment og mýkt ítróttamálið í Kringvarpi Føroya, og hann hevur skrivað bøkur um ymiskar ítróttagreinar, eitt nú verkið í trimum bindum um føroysku fótbóltssøguna og stóra verkið um føroyska telving í 20. øld. Hann hevur ávirkað málið í føroyskum ítrótti og slóðað fyri hjá teimum yngru, so at vit í dag hava eitt ítróttamál, sum er væl ment og kennist heimligt. Kemur formlig áheitan frá ÍSF, um at stuðla møguligum føroyskum vertskapi fyri Oyggjaleikirnar í 2023, er tað av stórum týdningi, at arbeitt verður fyri at fáa breiða politiska undirtøku fyri at stuðla tiltakinum, sigur landsstýriskvinnan í mentamálum í svari til fyrispurning frá Heðini Mortesen, tingmanni. Landsstýriskvinnan ætlar at virka fyri hesum, sigur hon. Tá Oyggjaleikirnir vóru í Føroyum í 1989, stuðlaði landið leikunum við 1,5 milliónum krónum. Síðan er ikki einans vavið á leikunum vaksið, men, sambært ÍSF, eru krøvini um fíggjarliga binding eisini herd. Enn er eingin formlig áheitan komin um fíggjarligan stuðul, men sambært ÍSF hava herdu krøvini við sær, at trygd skal vera fingin fyri fíggingini longu tá søkt verður um at fáa vertskapin fyri Oyggjaleikirnar, stendur í svarinum frá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu. Melduródnin, Debbie, nærkast nú avstralsku strondini í deildstatinum, Queensland, og fleiri túsund fólk eru rýmd frá húsi og heimi, skrivar BBC. Melduródnin rakar helst Queensland á midnátt í nátt, føroyska tíð. Sambært BBC eru 3.500 fólk higartil fluttur burtur fra husi og heimi, áðrenn melduródnin, Debbie, kemur inn yvir landið, men framvegis eru fleiri fólk, sum ikki vilja fara heimanífrá. Gereinin heldur fram niðanfyri. Eg biði tykkum øll um at lurta eftir myndugleikunum. Tað geri eg, og tit mugu gera tað sama. Tað snýr seg um trygdina hjá tykkum, tað snýr seg um trygdina hjá familjuni og børnunum. Tað segði Annastacia Palaszczu, forsætisráðharri í Queensland, á tíðindafundi í morgun. Meira enn 2.000 íbúgvar aftrat verða væntandi fluttir burtur, skrivar heimasíðan, dr.dk Vandi er fyri, at melduródnin rakar tá tað er flóð. Tað kann merkja, at aldurnar verða upp í átta metrar høgar, og at vatnflóð verður í økjum, sigur leiðarin fyri avstralsku veðurstovuni, Bruce Gunn, við BBC. Tí gjørdi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum av at broyta kunngerðina, so 1500 tons av makreli vórðu tikin frá nótaskipunum og latin til royndarveiðu. Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í svari til Landsstýrismálanevndina, eftir at Jørgin Niclasen, løgtingsmaður, hevur kært hann til nevndina, fyri at taka aftur 1.500 tons av makreli í ES sjógvi, sum hann frammanundan hevði latið nótaskipunum. Í kæruni vísir Jørgin Niclasen millum annað á, at Høgni Hoydal 22. desember í fjør útlutaði makrelkvotur til føroyska fiskiflotan. Nótaskipini fingu sínar egnu árskvotur og fingu rætt til at fiska 22.800 tons av makreli í ES sjógvi. Men 26. januar í ár tekur hann ein part av rættindunum aftur, og nótaskipini missa 1500 tons av makrelinum í ES sjógvi. Jørgin Niclasen vísir í kæruni á, at sambært galdandi fyrisitingarrætti er ein fyrisitingarlig tilsøgn um eitt fiskiloyvi ein bindandi tilsøgn, sum ikki kann takast aftur. Tí er vandi fyri, at landskassin kann noyðast at geva skipunum endurgjald. Høgni Hoydal vísir í svarinum til Landsstýrismálanevndina á, at Fyrra kunngerðin gav nótaskipunum loyvi at fiska 22.800 tons av makreli í ES sjógvi og at onnur skip enn nótaskip, kundu fiska sløk 16.000 tons. Ætlanin var, at 1500 tons av makrelinum skuldi nýtast til royndir. Men tað vísti seg, at onnur skip enn nótaskip fóru á makrelveiðu eftir nýggjár, og fiskaðu sína kvotu tíðliga í 2017. Tað hevði við sær, at skipini sum høvdu fingið tilsøgn um royndarfiskiskap, ikki høvdu møguleikar at fiska í ES sjógvi, tí freistin at lata inn umsókn um royndarveiðu, var ikki fyrr enn 10. januar. Tí mátti støða takast til, hvussu royndarskipini kundu fáa møguleikar at gagnnýta sína kvotu í ES sjógvi. Besta loysinin varð hildin at vera, at taka 1500 tons frá nótaskipunum, og ístaðin lata fiskin til royndarveiðu. Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, vísir á, at nótaskipini ikki missa nakað av sínari kvotu, men kunnu ístaðin fiska tey 1500 tonsini í føroyskum, norskum og altjóða sjógvi. Landsstýrismaðurin sigur í svarinum, at hann var varugur við ivamál og fyrisitingarlig atlit, ið skuldu takast í sambandi við broytingarnar, men heldur at rættasta loysin var at gera sum hann hevur gjørt. Landsstýrismaðurin viðgongur í sama viðfangi, at tað er óheppið at gera broytingar í kunngerðini, eftir at fiskiskapurin er byrjaður. Hann verjir seg við at svara, at tað var rættasta loysnin, og at nótaskipini missa 1500 tons í ES sjógvi, men eginkvotan hjá hvørjum einstøkum skipi verður ikki broytt, og tey kunnu fiska makrelin á øðrum leiðum. Høgni Hoydal hevur latið Landsstýrismálanevndini eina talvu um makrelfiskiskapin í fjør og í ár í ES sjógvi. Í januar og februar í fjør fiskaðu nótaskipini og onnur skip sløk 16.000 tons í ES sjógvi og í januar og februar í ár fiskaðu tey sløk 31.000 tons, ella næstan tvær ferðir so nógv. Í kæruni vísir Jørgin Niclasen á, at støðan nú er tann sama, sum tá landið fyri fleiri árum síðani mátti rinda endurgjald til felagið sum átti Jógvan S, tí loyvið varð tikið frá skipinum. Málini kunnu ikki samanberast, tí Jógvan S mátti gevast at fiska, meðan í hesum førinum er bert talan um at gera eina broyting í fiskiskapinum og nótaskipini kunnu fiska makrelin á øðrum leiðum, skrivar Høgni Hoydal í svarinum til Landsstýrismálanevndina. Tað er fyrst og fremst útboð og eftirspurningur, sum er orsøkin til at tað almenna leigar nærum tvífalt so dýrt í Havn sum uttan fyri høvuðsstaðin. Tað sigur Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, sum góðkennir allar leigusáttmálar hjá tí almenna. Í Havn er leiguprísurin nú komin upp á 1300 krónur fermeturin. Sambært Regini Jacobsen, stjóra á Bakkafrosti, hendi óhappið meðan arbeitt var uppá tvíkiljuna. Eingin fólkaskaði var, og hol kom ikki á skrokkin heldur. Um middagsleitið eydnaðist at fáa tvíkiljuna av aftur klettinum. Nú verður kannað, um tvíkiljan hevur fingið annan skaða í stoytinum, sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti, við útvarpið. Verður tað, sum stjórin á Próvstovuni lovar, fer talgilda landsroyndin í mai at rigga soleiðis, sum hon eigur, tí nú eru ábøtur gjørdar. Hoyr samrøðuna við Regin Marnersson, stjóra í Próvstovuni, ið er stovnur undir undir Mentamálaráðnum, ið hevur ábyrgdina fyri próvtøkunum. 128 metrar eru nú boraðir í Eysturoyartunlinum, síðani Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, skeyt fyrsta skotið á Strondum 21. februar. Nú verður borað og sprongt allan sólarringin, og í síðstu viku vórðu 60 metrar boraðir. Útgerðin til at bora streymoyarmegin er komin til landið, og hon verður nú gjørd klár. Ætlanin var at skjóta fyrsta skotið fyri páskir, men á heimasíðuni hjá tunnilsfelagnum í dag stendur, at fyrsta skotið á Hvítanesi verður eftir páskir. Tað ber til at fylgja við á heimasíðuni hjá Eysturoyar og Sandoyartunlum, hvussu líður við arbeiðnum. Dagført verður eina ferð um vikuna. Løgtingið fer í morgin at viðgera eitt uppskot frá Miðflokkinum um at byggja 106 bústaðir til menningartarnað og fjølbrekað í Suðurstreymi næstu fýra árini fyri til samans 212 milliónir krónur, tá innbúgv og útgerð er íroknað. Jenis av Rana og Bill Justinussen siga í viðmerkingunum til uppskotið, at sambært almannaverkinum eru bústaðarviðurskiftini hjá menningartarnaðum og teimum, sum bera brek, so nógv afturúrsigld, at skal stigið verða nøktandi og virðiligt, er neyðugt við 212 milliónum krónur Serliga eru tað umstøðurnar hjá teimum, sum búgva í Suðurstreymi, sum eru út av lagi vánaligar, tí har er lítið og einki bygt, síðani Eirargarður varð tikin í nýtslu fyri 40 árum síðani. Miðflokkurin heldur ikki, at tað er ein góð loysn at umvæla Eirargarð fyri 25,5 milliónir krónur, tí sjáldan heldur prísurin, tá gamalt verður umvælt. Umvælingin av Eirargarði kann lættliga fara at nærkast teimum 40 milliónunum, tá avtornar. Tað er at spilla pening burtur at brúka 30 40 milliónir krónur til ein bygning, ið ætlanin er bara skal brúkast í fá ár, sigur Miðflokkurin. Bíðilistin til vardan bústað í Suðurstreymi er 106 fólk, og tá eru tey, sum búgva í sambýlum, ikki tald við, sigur Miðflokkurin. Ein sera løgin støða tók seg upp í dystinum millum Neistan og VÍF. Tá liðini fóru til hálvleik vísti máltalvan 14 11 til Neistan, men tá seinni hálvleikur fór ígongd var hetta broytt til 15 11. Ætlanin er í fyrstu syftu at kanna, um privatir íleggjarar eru áhugaðir at seta pengar í ein flogvøll, og at landið og kommuna bara rinda ein part. Danska innlitslógin, sum kom í gildi 1. januar í 2014, skal setast í gildi fyri danskar stovnar í Føroyum. Tað sigur danska løgmálaráðið, sum tí vil hava Løgtingið at seta í gildi lógina við ríkislógartilmæli. Broytingarnar, sum vórðu gjørdar í donsku innlitslógina í 2014, hava síðani verið fyri hvøssum atfinningum. Danskir fjølmiðlar og serfrøðingar í innlitsmálum vísa á, at lógin hevur gjørt tað munandi truplari hjá miðlunum at fáa innlit. Lógin skal sum nevnt bara setast í gildi fyri viðgerðina hjá ríkismyndugleikunum av málum um føroysk viðurskifti, bæði í Føroyum og í Danmark. Undir viðgerðini í Rættarnevndini hjá Løgtinginum hevur nevndin fingið upplýst, at danska løgmálaráðið júst nú er í ferð við at eftirmeta lógarbroytingarnar frá 2014. Burturúr eftirmetingini skal koma ein frágreiðing, sum skal vera liðug í mai mánaða. Frágreiðingin skal latast rættarnevndini hjá fólkatinginum, og so byrja politisku samráðingarnar um innlitslógina. Sambært Søren Pape Poulsen, løgmálaráðharra, ætlar danska stjórnin at taka atfinningarnar til sín, og geva fjølmiðlum betri møguleika at fáa innlit. Føroysk Miðlafólk heitir í sínum hoyringssvari til rættarnevndina hjá Løgtinginum á nevndina og Løgtingið annars um at lata danir gera seg lidnar við sína eftirmeting og møguligar lógarbroytingar, áðrenn verandi lóg verður sett í gildi fyri danskar stovnar í Føroyum. Uppskotið til ríkislógartilmæli um at seta í gildi donsku innlitslógina fyri danskar stovnar í Føroyum er á skránni fyri fundin hjá Rættarnevndini í morgin. Talan er um gamla verkætlan, sum røkkur heilt aftur til 2009. Tí eru 205 milliónir krónur longu brúktar. Lógaruppskotið, Sirið Stenberg bar í tingið fyri jól, tekur samanum tær útbyggingarætlanir fyri Landssjúkrahúsið, ið Løgtingð hevur samtykt síðstu árini. Landsstýriskvinnan bað Løgtingið um loyvi at brúka 427 milliónir krónur til at útbyggja Landssjúkrahúsið, árini frá 2017 til 2021. Nýggi bygningurin, nevndur H bygningurin, skal hýsa nýggjum psykiatriskum depli, nýggjari medisinskari seingjadeild við einastovum, nýggjari føði og barsilsdeild, nýggjari rehabiliteringseind og nýggjum køki. Í nýggja bygninginum vera eisini tvær há isolasjónsstovur. Tað eru sjúkra og viðgerðarstovur, sum tekniskt eru serliga væl frábyrgdar, og tí eru egnaðar til viðgerð av serliga smittandi sjúkum. Undir viðgerðini kom fram, at í verandi verkætlan er bara hálvur kjallari undir nýggja H bygninginum. Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum fekk at vita, at tað fer at kosta 18 milliónir krónur afturat at grava út fyri fullum kjallara og at fáa hendan stoyptan. Teir pengarnar vil Fíggjarnevndin játta omaná, tí við fullum kjallara kann goymslan á Landssjúkrahúsinum húsast har. Eisini vil Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum seta 1,2 millión krónur av til at gera í stand venjingarhylin, sum er í niðastu hædd í A bygninginum. Í upprunauppskotinum bað landsstýriskvinnan Løgtingið um at brúka góðar 427 milliónir krónur afturat teimum 205 milliónunum, sum longu eru brúktar. Til samans 633 milliónir krónur. Upprunaliga skuldi útbyggingin av Landssjúkrahúsinum vera liðug í 2018, men seinni varð byggitíðin longd við trimum árum, og tí verður nýggi H bygningurin ikki tikin í nýtslu fyrr enn í 2021. Skipini kunnu ikki tøma barlastvatn uttan at fylgja reglununum í nýggju kunngerðini um barlastvatn. Heldur ikki kunnu skipa tøma barlastvatn, sum er tikið í føroyskum øki, í fremmandari havn, uttan at lúka krøvini í sáttmálanum. Reglurnar eru ikki galdandi fyri skip, sum bara sigla og virka í føroyskum sjógvi. Føroyar staðfestu altjóða sáttmálan um barlastvatn í 2013, og sáttmálin kemur í gildi í øllum heiminum 8. september í ár. Reglurnar verða nú settar í verk, so skip undir føroyskum flaggi ikki vera fyri mismuni, tá tey koma i fremmanda havn, og fyri at tryggja, at reglurnar verða hildnar mótvegis skipum, sum koma í føroyska havn. Umhvørvisstovan og Sjóvinnustýrið umsita reglurnar og krøvini at handfara og viðgera barlastvatn. Væntandi ganga eini seks ár, til øll skip lúka treytirnar í sáttmálanum, sigur Heilsu og innlendismálaráðið. CDU fekk 40,7 prosent av atkvøðunum. Sosialdemokratiski flokkurin, SPD, fekk 29,6 prosent. Veljarakanningarnar upp undir valið vístu, at tað fór at standa á jøvnum millum stóru flokkarnar. Síðani Martin Schultz gjørdist nýggjur formaður og kanslaraevni hjá SPD, hevur gingið væl hjá sosialdemokratunum í veljarakanningunum. Tvey landspartaval eru eftir fyri samveldistingsvalið í heyst. Og úrslitið av teimum kann benda á, hvussu valúrslitið verður í heyst. Nógv halda, at Merkel er trygga valið, og at Svhultz er nýggjur og óroyndur. Og í ótryggum tíðum, velja týskarar ofta tað trygga, sigur tíðindamaðurin hjá danska kringvarpinum í Berlin, Michael Reiter. Men alt var ikki soleiðis, sum Barba hevði ímyndað sær. Sparingar vóru á føðideildini á Suðuroyar sjúkrahúsi og trupulleikar tóku seg upp undir føðingini, Torbjørn hevur, saman við Nannu Hermansson, staðið fyri at gera eina talgilda svensk føroyska orðabók. Ætlanin er, at tá orðabókin er liðug, skal hon leggjast á Sprotan, so allur heimurin fær ágóðan av bókini. Í grundgevingini segði Turid Christophersen, forkvinna í Norrøna Felagnum millum annað soleiðis um Torbj rn Torbj rn er eitt av hesum sjáldsomu menniskjum, sum alla tíðina er úti um seg og fær ting at henda rundan um seg. Hetta hava limirnir í felagnum fyri svenskarar í Føroyum stóra gleði av, og ikki minst eisini limirnir í felagsskapinum Samfundet Sverige F r arna, har Torbj rn er ein av undangongufólkunum, hóast hann ikki longur býr í Svøríki, har felagsskapurin hevur sítt høvuðsvirki. Tað, sum vit í dag lata eitt blómutyssi og herðaklapp fyri, er arbeiðið, sum Torbj rn hevur gjørt fyri at fáa til vega eina svensk føroyska orðabók. Hann er ikki heilt einsamallur um hetta. Nanna Hermansson, ein fyrimyndarlig undangongukvinna í Samfundet Sverige F r arna og ein føroyavinur fram um nógv onnur, eigur eisini sín part av herðaklappinum, sum vit í dag geva Torbj rn. Torbj rn og Nanna hava nærum einsamøll arbeitt fyrimyndarliga hesi seinastu árini við at fyrireika og vísa á møguleikar fyri at byggja upp eina orðabók, har møguleiki verður hjá øllum at leita sær forstáilsi millum føroyskt og svenskt mál. Arbeiðið er nærum sjálvboðið, tað er viljin og hugurin til at gera nakað munagott fyri felagsskapin, ið drívur verkið. Sum vit hava skilt, er arbeiðið komið so mikið langt, at tað í nærmæstu framtíð er búgvið at verða latið leyst, og tað verður gjørt á stóra netgrundaða orðabókafelagsskapinum hjá Sprotanum, sum vit øll hava so ómetaliga stóra gleði av. Síðani 2001 hevur seyður verið atvold til 2.386 skaðar hjá Betri trygging, og skaðarnir hava kostað góðar 27 milliónir krónur. Tað vísir ein uppgerð hjá felagnum. Av tí at tað í eini skaðahending, har seyður verður yvirkoyrdur, javnan kemur fyri, at fleiri einstakir skaðar verða skrásettir, eru hendingarnar færri enn skaðarnir, og tí ber ikki til at siga, at eins nógvir seyðir eru yvirkoyrdir, sum skaðarnir eru. Útreiðslurnar av skaðunum eru ymiskar frá ári til ár, men hava síðani í 2001 ligið millum áleið tvær milliónir krónur og 500.000 krónur um árið. Betri trygging sigur, at tølini mugu takast við fyrivarni, tí helst eru nakrir skaðar taldir við, sum hava við seyð at gera, men einki við ferðslu at gera. Men útreiðslurnar hava verið góðar 27 milliónir krónur síðani í 2001. Tryggingarfelagið Trygd hevur eisini havt stórar útreiðslur av skaðum, har seyður hevur verið atvoldin. Síðani felagið byrjaði sítt virksemi aftur í 1998, hevur Trygd rindað meira enn 10 milliónir krónur fyri skaðar, sum seyður hevur verið atvoldin til. Mett verður at 6 10 av kvinnum hava endometriosu. Kvinnusjúkan ger, at kvinnurnar hava nógva pínu, og dagliga noyðast at taka pínulinnandi heilivág. Eisini kann hon hava við sær, at kvinnur gerast ófruktbarar, og í ringasta kann hon vera deyðilig. Hoyringarfreistin er úti, og tilfarið, sum Fiskimálaráðið hevur fingið í sambandi við hoyringina, er rúgvismikið, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum. Nú verður hoyringartilfarið gjøgnumgingið, og síðani verður uppskotið endaliga orðað. Høgni Hoydal veit ikki í løtuni at siga, um uppskotið verður lagt fram fyri páskir ella beint eftir høgtíðina, men tað verður í apríl, sigur hann. Mikudagin fer tingið at viðgera uppskotið hjá Høgna Hoydal um stovna fiskivinnugrunn og uppboðssølu av makreli, norðhavssild, svartkjafti og botnfiski í Barentshavinum í ár. Í morgin fer Løgtingið eisini at viðgera uppskotini hjá Fólkaflokkinum um at leingja galdandi lóg um vinnuligan fiskiskap í trý ár og um nýggja fiskivinnuskipan. Sjónám húsast uttast á vestara havnarlagi. Gamli Klaksvíkar Sjómansskúli og Trygdarmiðstøðin løgdu saman, og á Sjónámi ganga skiparar og sjófartsnæmingar, og dagliga eru fólk á trygdarskeiði. Nú ber ikki til at mynstra, uttan at tú hevur neyðugu trygdarskeiðini. Ragnar Ludvig, Sigrun Poulsen og Pole Mikkelsen greiða frá. Og Óli á Gravarbø gleðir seg til hann verður liðugur sum skipari í summar. Í Frystihúsinum hjá Anthoniusi, sum tað dagliga verður rópt millum klaksvíkingar, hevur verið mangt ymiskt virksemi. Nú er dóttirin Elsebeth Poulsen stjóri og framvegis kemur pápin Anthonius til arbeiðis hvønn dag. Høvuðsvirksemið í dag er at taka ímóti útróðrarfiski og at taka ímóti frystum flaki frá flakatrolaranum Gadusi og frystum rundum fiski frá línuskipum. Vit hitta eisini Signar Hansen, arbeiðsmann. Frímund Hansen keypti fyri nøkrum árum síðani Klaksvíkar Roykivirki, sum nú eitur Glyggur. Frímund leggur seg millum annað eftir, at fáa meira burtur úr fiskaavskurði. Enn hevur tað gingið striltið, men hann hevur gott mót. Í Parlamentinum samlast dagliga eldri menn at spæla sjavs. Karl Isaksen og Páll Josephsen siga, at hendan løtan er ein týdningarmikil partur av degnum. Karla Matras lærir til plastikksmið á Looknorth og hon er fyrsti føroyingar, sum lærir hetta yrkið í Føroyum. Henni dámar sera væl arbeiðið. Árni Skaale, stjóri á Looknorth, sigur, at málið er at hava tríggjar nýggjar vørur á hvørjum ári. Virkið er longu ov lítið, og ætlanin er at byggja nýtt virki. Eini sethús eru á sjálvum havnarlagnum á vestursíðuni. Har býr Olga Michaelsdóttir og hon hevur fingið tað sera hugnaligt, bæði úti og inni. Hon sigur, at tað er sera veðurgott at búgva á havnarlagnum. Vágs býráð letur høllini tvær milliónir krónur í stuðli á fíggjarætlanini fyri 2017 og 1,5 milliónir krónur afturat á fíggjarætlanini fyri 2018. Harumframt er Vágs Kommuna sinnað at gera leigusáttmála við Vágs Ítróttarráð, sum letur høllina byggja. Við leigusáttmálanum fáa kommunalir stovnar í Vági, ítróttafeløg og onnur atgongd til at brúka Marghøllina. Marghøllin kostar til samans 14 milliónir krónur at byggja. Marghøllin er 75,5 metrar long, 50 metrar breið og 15 metrar høg á miðjuni. Í høllini verður hálvur fótbóltsvøllur, sum er 60 x 40 metrar. Harumframt verða góðar umstøður til frælsan ítrótt. Rennibreyt verður runt vøllin, og umstøður verða til longdarlop, 3 lop og hæddarlop. Í høllini verður eisini ein 12 metrar høgur klatriveggur. Sambært Vágs Kommunu verður marghøllin tikin í nýtslu í heyst. Privatu fjølmiðlarnir fáa nú pening úr landskassanum. Løgtingið hevur endaliga samtykt uppskotið hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, um miðlastuðul. Meirilutin í Fíggjarnevndini skeyt upp at broyta eina orðing í uppskotinum, soleiðis at miðlarnir skjalprógva útreiðslur til lønir í staðin fyri útreiðslur til rakstur, tá biðið verður um stuðul, og tann broytingin varð samtykt. Meirilutin segði í álitinum, at hann leggur stóran dent á redaksjonella arbeiðið, dygdargott innihald og sjálvstøðuga sakliga viðgerð, sum heldur seg til fjølmiðlasið, og meirilutin mælti eisini til, at lógin verður endurskoðað um fýra ár. Tvær milliónir krónur eru játtaðar á fíggjarlógini í ár til miðlastuðul, samstundis sum lýsingarinntøkurnar hjá Kringvarpinum fara í landskassan. Ein óheft, sakkøn nevnd skal meta um, hvørjir tíðindamiðlar kunnu søkja um miðlastuðul. Landsdjóralæknin herðir nú eftirlitið við aliøkjunum, sum liggja nærmast aliøkinum hjá Bakkafrosti í Hvannasundi, har sjúkuelvandi ILA virus er staðfest. Mest sannlíkt er orsøkin til smittuna, at ein variantur av ikki sjúkuelvandi virusinum er muterað til ein sjúkuelvandi variant, sigur Birna Mørkøre, landsdjóralækni. Semingsstovnurin er nú farin undir arbeiðið at fáa Føroya skipara og navigatørfelag og Strandferðsluna at semjast um nýggjan sáttmála fyri skiparar og stýrimenn, sum sigla við strandfaraskipunum. Samráðingarnar millum partarnar slitnaðu fyri tveimum vikum síðani, og tá varð semingsstovnurin boðsendur. Partarnir hava tosað saman nakrar ferðir, og í morgun byrjaðu realitetssamráðingarnar, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður. Ósemjan snýr seg í stóran mun um avgerðina at lata skipini hjá Strandferðsluni sigla allar dagar í árinum, tað varð gjørt fyrstu ferð í fjør. Ein gerðarættarúrskurður segði, at manningin skal hava løn fyri eisini at sigla langafríggjadag og jóladag, sum annars høvdu verið frídagar hjá manningunum á strandfaraskipunum. Nú skal so lønin ásetast fyri teir báðar dagarnar, og tað kundi Strandferðslan og Føroya Skipara og Navigatørfelag ikki semjast um. Tí var neyðugt at biðja semingsstovnin um hjálp at loysa ósemjuna. Samráðingarnar byrjaðu av álvara í morgun, og hildið verður fram at finna semju ímillum partarnar, so leingi sum tað verður neyðugt, sigur Terje Sigurðsson. Maskinmeistarafelagið gjørdi fyrst í árinum nýggjan sáttmála fyri maskinmenninar við Strandferðsluni. Teir fingu somu lønarhækking sum onnur feløg høvdu fingið, og tann sáttmálin var bara galdandi í eitt ár, til 1. oktober í ár. Tað var Lønardeildin, sum vildi hava felagið at gera eitt ára sáttmála, tí so kom felagið at samráðast samstundis sum onnur fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum samráðast, sigur Páll Hansen, formaður í Maskinmeistarafelagnum. Tá nýggjur sáttmáli fyri yvirmenninar á Strandferðsluni varð gjørdur í Skálavík fyri nøkrum árum síðani, var talan um trý ára sáttmála. Tað hevði við sær, at feløgini skuldu samráðast tá onnur feløg á almenna arbeiðsmarknaðinum ikki samráddust. Tað er fingið í rættlag við sáttmálanum, sum varð gjørdur í januar, sigur Páll Hansen, formaður í Maskinmeistarafelagnum. Starvsmannafelagið hevur eisini limir við strandfaraskipunum, tann sáttmálin fer úr gildi 1. oktober í ár. Magnus Johansen er sjálvur fjórði við 30 tonsaranum, Karla Magnus, úr Klaksvík, og hann letur væl at, men veðrið hevur ikki verið til vildar. Føroyar eru heimsins besta stað og Vit eru vinir eru sangir, sum liggja á Youtoube. Tað eru næmingar í 5.flokki í Sørvági, sum eru sera røsk at syngja og framføra. Tey hava sungið til fleiri tilltøk og hava upplivað mangt stuttligt saman. Tískil er trivnaðurin í flokkinum sera góður. Tað er Niclas Heri Jákupson, sum skrivar sangir til teirra. Vi thoyra tey práta og syngja. Vertir fyri vitjanini eru Javnaðarflokkurin og Aksel V. Johannesen, løgmaður. Hóskvøldið fer Mette Frederiksen at halda røðu á eykalandsstevnu hjá Javnaðarflokkinum í Havn. Ætlanin er, at danski og føroyski javnaðarflokkurin skulu skriva undir eina samstarvsavtalu, stendur í tíðindaskrivi frá Javnaðarflokkinum. Á vitjanini fer Metta Frederiksen eisini at hitta umboð fyri Samtak og Samstarv, SEV, iNova, Kósina, Hiddenfjord og Miðnám á Kambsdali. Mette Frederiksen fer av landinum aftur fríggjadagin. Hoyringsfreistin var tríggjar vikur, og endaði í gjár, men tað er alt ov stutt skotbrá til at umrøða eitt so stórt mál sum fiskivinnunýskipanin er, sigur Annfinnur Garðalíð, formaður í Skipara og Navigatørfelagnum, sum eisini umboðar Maskinmeistarafelagið í ráðnum. Fiskivinnuráðið hevði ikki nakra felags niðurstøðu til uppskotið um fiskivinnunýskipan, men felagið vísti á viðmerkingarnar sum hvør einstakur partur hevur til uppskotið. Høgni Hoydal, landsstýrismaður er samdur í at hoyringsfreistin var stutt til eitt so stórt og grundleggjandi uppskot. Og hóast hoyringsfreistin formelt endaði í gjár, so verða viðmerkingar sum koma til fiskivinnunýskipanina tiknar við í endaligu viðgerðina av uppskotinum. Alt er blivið Betri hjá TF Holding, men er tað gott, at alt er savnað undir einum samleika, og at ein og sami maður gongur aftur sum forstjóri í bæði Betri banka, Betri trygging og Betri pensjón. Ein yvirgangsatsókn rakti aftur Evropa í síðstu viku. Vit spyrja, um tað er nøkur orsøk at vera bangin, og um miðlarnir geva yvirganginum tað, teir vilja hava. Bókasøvnini vóru einaferð ein grundsúla undir upplýsta fólkaræðinum. Hava vit enn brúk fyri bókasøvnum, nú øll vitan er at finna á netinum og kann røkkast við fartelefonini. Hesaferð eru luttakararnir Oddfríður M. Rasmussen, rithøvundur og fólkaskúlalærari, Siri H. Tórgarð, leiðsluráðgevi, og Georg L. Petersen, blaðstjóri á Dimmalætting. Búnaðarstovan hevur frá bøndrunum fingið at vita, at í 2014 vórðu 47 gæs skotnar, í 2015 var talið 266, og í fjør skutu bøndurnir 217 gæs. Annað uppskotið er um, hvussu fiskiríkidømið skal fyrisitast, og henda lógin skal koma í staðin fyri lógina um vinnuligan fiskiskap. Hitt uppskotið snýr seg um at leingja galdandi fiskivinnulóg í trý ár, til 2021, verður eingin breið semja funnin, hvussu fiskivinnan skal skipast eftir 1. januar 2018. Skal heimskenda rock legendan fáa útgoldið tær 6,2 milliónir krónurnar, sum fylgja við Nobel heiðurslønini, noyðist hann at halda ein fyrilestur í seinasta lagi 10. juni. Tað boðar svenska akademiið, sum letur heiðurslønina, frá. Dylan fekk óvæntað Nobel heiðurslønina í bókmentum í fjør. Men stutt eftir, at tað varð kunngjørt, boðaði Dylan frá, at hann fór ikki til Svøríkis at taka ímóti heiðurslønini. Dylan segði einki um, hví hann ikki kundi taka ímóti henni.Síðani hevur svenska akademiið hvørki hoyrt orð ella eið frá Bob Dylan. Skrivarin í akademinum, Sara Danius, sigur, at tey hava gjørt Dylan varugan við, at fyrilesturin í sambandi við heiðurslønina skal verða hildin í seinasta lagi eitt hálvt ár eftir hatíðarhaldið, skal hann fáa peningin, sum fylgir við heiðrinum. Tann freistin er 10. juni. Bob Dylan kemur fyrsta dagin til Svøríkis at hava tvær konseertir í Stokkhólmi. Tær vera 1. og 2. apríl, og ein konsert verður í Lund 9. apríl. Nú verður gitt, at hann fer at nýta høvi at halda nobel fyrilesturin samstundis. Ætlanin um at hava konsert í Svøríki fyrst í apríl varð løgd, áðrenn Nobel nevndin boðaði frá, at hann skuldi fáa heiðurslønina bókmentum fyri 2016. Nýskipanaruppskotið var sent til almenna hoyring í tríggjar vikur, og freistin at svara var formliga úti á midnátt mánakvøldið. Men sambært landsstýrismanninum í fiskivinnumálum eru nøkur hoyringarsvar afturat á veg, og tey verða eisini tikin við. Tí væntar landsstýrismaðurin at hava okkurt um 40 hoyringarsvar at arbeiða við, nú hann skal orða lógaruppskot at leggja fyri tingið. Sambært Høgna Hoydal er ein reyður tráður í hoyringarsvarunum, at stór mótstøða er móti fiskivinnupolitikkinum hjá landsstýrinum. Mótstøða er ímóti kvotunum, ímóti uppboðssøluni, ímóti anti trust reglunum, ímóti økiskvotunum og ímóti at loysa rættindi frá stálinum, segði Høgni Hoydal á almennum kjakfundi á Toftum í gjárkvøldið. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, ætlar sær at brúka hesa vikuna til at ganga ígjøgnum og viðgera innkomnu hoyringarsvarini. Hann veit ikki enn, í hvønn mun atfinningarnar í hoyringarsvarunum verða tiknar við í uppskotið, ið verður lagt fyri tingið. Har viðmerkingarnar stuðla undir yvirskipaða fiskivinnupolitikkin hjá landsstýrinum, fara vit sjálvandi at rætta lógaruppskotið eftir tí, sigur Høgni Hoydal. Formaðurin í Reyða Krossi, Jóannes Eidesgaard og ársins fyrstuhjálparar 2016 vitjaðu morgunsendingina, og greiddu nærri frá hendingini tann 27. apríl 2016. Teir fingu heiðurin fyri at hava megnað at givið lívbjargandi fyrstuhjálp, bæði kropsliga og sálarliga, í eini truplari støðu, tá 19 ára gamli starvsfelagi teirra small um. Hendingin fór fram tíðliga um morgunin tann 27. apríl 2016 í Kaldbaksfirði, har tríggir starvsfelagir fingu sær kaffi inni á landstøðini hjá alibrúkinum hjá Bakkafrost. Knappliga small 19 ára gamli Fróði Emil Hansen um, og datt niður á gólvi. Í støðuni kláraðu Hendrik og Suni at geva Fróða lívbjargandi fyrstuhjálp, ringja 1 1 2, syrgja fyri, at familjan hjá Fróða fekk at vita um tilburðin, og syrgja fyri, at teir sjálvir fingu sálarliga hjálp aftaná. Hetta vísir, at teir høvdu yvirskot til at hugsa um tann skadda, familjuna og seg sjálvar. Framfaringarhátturin, hvussu teir báðir skipaðu fyrstuhjálpina vísir, hvussu týdningarmikið tað er at hava tikið eitt fyrstuhjálparskeið, hvussu farast skal fram í eini tílíkari truplari støðu. Ætlanin er, at sáttmáli um nýggja Talgilda Samleikan skal verða gjørdur í summar. Veitarar fáa í fyrsta umfari freist til 23. mai at lata Gjaldstovuni tilboð. Áðrenn freistin at bjóða er farin, verða tríggir fundir, sum hava til endamáls at tryggja felags fatan av uppgávuni millum veitarar og Gjaldstovuna um útbjóðingartilfarið. Tá Gjaldstovan hevur fingið og viðgjørt tilboðini, bjóðar hon veitarunum til fundar, og veitararnir fáa síðani høvi at laga tilboðini til. Freistin at lata tillagað, endalig tilboð inn er sett til 20. juni. Miðað verður eftir, at sáttmáli um veiting verður gjørdur í seinasta lagi 30. juni, siga Talgildu Føroyar. Katrin Kallsberg í Tjóðveldi vil hava at vita frá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, nær skipanin við palliativa toyminum og eindini er eftirmett, og um nøkur ætlan er at stovna hospice í Føroyum. Katrin Kallsberg sigur, at hóast krabbameinsviðgerðin er batnað, doyggja framvegis nógv av sjúkuni, og palliativa viðgerðin er týðandi partur av tilboðnum til krabbameinssjúklingar. Í Føroyum er ikki kannað, hvar palliativir sjúklingar helst vilja doyggja. Men tað er ein sannroynd, at sera fáir krabbameinssjúklingar doyggja heima. Í 2007 vóru teir 85, ella 14 prosent, sigur Katrin Kallsberg. Eitt hospice í Føroyum kundi givið sjúklingum og avvarðandi góðar karmar, og kundi ment starvsfólkini fakliga. Krabbameinsætlanin vísir tó á, at vit í fyrstu atløgu, í staðin fyri at byggja hospice, eiga at bøta um møguleikarnar hjá sjúklingum at vera heima ta seinastu tíðina, sigur Katrin Kallsberg í viðmerkingunum til fyrispurningin. Hann segði, at sum uppskotið er orðað, er vandi fyri, at tað máar støðið undan fiskivinnuni á landi í Suðuroynni og aðrastaðni í landinum. Serliga er tað uppboðssølan av rættinum at fiska, sum felagið ikki sigur seg kunna góðtaka. Hetta hóast formaðurin í Maskinmeistarafelagnum fyrr hevur verið ein forsprákari fyri at lata royndaruppboðssøluna standa sína roynd. Djóraverndarfelagið harmast um, at djóraverndarlógin, sum skuldi verðið dagførd í fjør, ikki er dagførd enn, eitt ár eftir at lógin annars skuldi dagførast. Bretski sendiharrin í Bruxelles, Tim Barrow, hevur handað Donald Tusk, forseta í ráðharraráðnum, brævið, og Theresa May hevur í Undirhúsinum seinnapartin heitt á bretar um at standa saman um avgerðina, ið varð tikin á fólkaatkvøðu í juni mánað í fjør. Forsætisráðharrin segði seg vilja umboða hvørt tað einasta fólk í ríkinum undir samráðingunum eisini teir ES borgarar, sum búgva í Bretlandi og sum ikki vita hvør støða teirra verður, tá Bretland er farið úr ES. Men skotar eru ikki sannførdir tvørturímóti. Skotar atkvøddu ímóti, at Bretland fór úr ES, og aftaná fólkaatkvøðuna hava teir viljað verið verandi í ES, um Ongland og Wales fóru burturúr. Theresa May hevur ikki viljað givið skotum ta serstøðu, teir vilja hava, og avleiðingin er, at skotska tjóðartingið hevur samtykt at haldast skal ein nýggj fólkaatkvøða um loysing frá Bretlandi. Eina slíka fólkaatkvøðu vil Nicola Steurgeon, fyrstiráðharri, hava, áðrenn Bretland fer úr ES, so Skotland kann vera verandi limur, men Theresa May vil hinvegin hava, at avtalan, hon ger við ES, verður fyri alt tað bretska ríkið. Fiskivinnan skal skipast av nýggjum frá 1. januar 2018. Hetta hava vit hoyrt nógv um seinastu tíggju árini. Men hvørjar eru orsøkirnar til, at vit eru í eini nýskipanartilgongd júst nú. Og hvat er tað, kjakast verður mest um Í slupptíðini vóru næstan ongar avmarkingar bæði á føroyska fiskiskapinum í eitt nú Grønlandi og Íslandi og á útlendska fiskiskapinum í føroyskum sjógvi. Men, so kom heimspolitikkur upp í leikin. Alt broyttist í góð 30 ár eftir seinna heimsbardaga. Fleiri lond kravdu størri sjóøki, sum tey einsamøll kundu ráða yvir, og í 60 unum og 70 unum tók gongdin veruliga dik á seg. Í 1964 var føroyska fiskimarkið flutt út á 12 fjórðingar. Íslendingar boðaðu í 72 frá, at teirra fiskimark nú var 50 fjórðingar úr landi. Bara fýra ár seinni, í 76, fluttu íslendingar fiskimarkið út á 200 fjórðingar og Føroyar gjørdu tað sama 1. januar í 77. Fáar hendingar eru so týdningarmiklar í fiskivinnusøguni, ja, í føroyskari søgu yvirhøvur, sum tá ið fiskimarkið fór út á 200 fjórðingar. Vit skulu aftur til avtøku einahandilsins í 1856, at bátsbandið var avtikið 1868, ella til fyrsta sluppkeypið í 1872 at finna líknandi stórhendingar. Og tað er ikki løgið, at tey flestu halda hetta vera eina av størstu gávunum, sum Føroya fólk nakrantíð hevur fingið. Útlendingar høvdu troytt føroysku grunnarnar í nógv hundrað ár, og frá 1. januar í 77 høvdu hesir brádliga onga atgongd til eitt risastórt øki kring lítlu oyggjatjóðina eitt sjóøki, sum er góð 99 prosent av øllum føroyskum øki tilsamans. Men talan var um eitt tvíeggjað svør, tí samstundis sum útlendingar vóru tveittir úr føroyskum sjógvi, sluppu føroysku skipini ikki longur at fartast frá einum kendum miði til annað í Norðuratlantshavi, sum tey høvdu gjørt í nærum eina øld síðan slupptíðin byrjaði. Nú var føroyski flotin fangaður í egnum akvarium, sum fleiri hava tikið til. Fiskaríku grunnarnir við Ísland, Vesturgrønland, New Foundland og aðrastaðni vóru ikki longur frítt atkomuligir hjá føroysku skipunum. Norðuratlantshavið var ikki longur spælipláss hjá føroyska flotanum nú skuldi hann halda seg til sítt øki. Og við eitt fekk politiska skipanin ábyrgd, sum hon ikki hevði havt frammanundan. Hon skuldi umsita avmarkaða fiskatilfeingið innanfyri 200 fjórðingamarkið. Og tað var ein avbjóðing, sum hvørki politikarar ella embætisverk megnaðu. Ringt er at læra gamlan hund uppi at sita, sigur orðatakið. Veiðihugburðurin, bæði hjá politikarum og vinnurekandi, tók ikki hædd fyri, at tilfeingið nú var avmarkað. Hugburðurin fylgdi ikki nýggja geopolitiska veruleikanum eftir 77, og tað var ein av høvuðsorsøkunum til, at landið fór á húsagang fimtan ár seinni. Í størri og størri mun fór føroyska fiskiøkið at gerast álitið, og tí var tørvur á at nýta tað so búskaparliga skynsamliga sum møguligt. Eg helt meg síggja, at at ein tann størsta forðingin fyri tí var sjálvur hugburðurin, ið enn var fargaður av teimum góðu gomlu døgunum, tá ið frítt var at fiska á øllum høvum. Umfatandi stuðulin til fiskivinnuna og veðhald, sum landskassin lat privatum skipaíleggjarum í 80 unum, var greitt tekin um, at politiska skipanin var meira upptikin av at vaksa um flotan og veiðiorkuna enn at umsita fiskastovnarnar á burðardyggan hátt. Men hetta fekk, sum sagt, ein bráðan enda. Í oktober 92 fór sjóvinnubankin av knóranum, og landið varð sett undir umsiting. Danmark kravdi, at fiskiskapurin skuldi avmarkast við kvotum. Í 94 kom lógin um vinnuligan fiskiskap. Loksins var fiskivinnustýringin dagførd í mun til tær geopolitisku broytingar, sum hendar vóru í 77. Lógin um vinnuligan fiskiskap, kunnu vit siga, var seinkað við 17 árum. Men bara tvey ár seinni, í 1996, varð kvotaskipanin skift út við eina fiskidagaskipan. Hon hevði við sær, at fiskidagar, heldur enn tons, avmarkaðu fiskiskapin. Og hon tyktist at rigga væl fyrstu árini. Toska og hýsustovnurin hevði framgongd seint í 90 unum, og fleiri politikarar vóru ernir av nýggju dagaskipanini, sum ikki var roynd nakra aðrastaðni í heiminum. Í 2003 byrjaði toska og hýsufiskiskapurin tó at minka aftur, og er í dag søguliga lágur. Eingin veit við vissu, hví so er. Summi siga, at fiskidagaskipanin er atvoldin. Onnur halda ikki, at skipanin er orsøk til vánaliga fiskiskapin. Størsti parturin av vinninginum, sum Eiler Jacobsen fekk fyri Krúnborg var fyri tað veiðiloyvi, sum hann ókeypis hevði fingið frá landinum. Tí setti sølan av álvara spurning við, um tað var rætt, at landið lutaði veiðiloyvi út, uttan at taka nakað fyri tað. Løgtingið og landsstýrið ressaðust. Loyvini vórðu uppsøgd, og skuldu ganga út 10 ár seinni, tann 31. december í ár. Og tað var eisini her, at kjakið um at selja veiðiloyvi á uppboði av álvara tók seg upp. Í 2008 9 gjørdi uppsjóvarfiskiskapurin eitt skarvslop. Norðuratlantiski makrelstovnurin var á ferð orsaka av veðurlagsbroytingum, og varð í nógv størri mun enn áður farin at halda til í føroyskum sjógvi. Føroyar høvdu sostatt góðar lívfrøðiligar grundgevingarnar fyri at fiska ein størri part av makrelinum enn tað, sum frammanundan var avtala við ES og Noreg. ES boykottaði Føroyar, og talan var um eina av størstu uttanríkispolitisku kreppum í nýggjari tíð. Men Føroyar fyrireikaðu seg at stevna ES, ES boygdi seg, og føroyska makrelkvotan fleirfaldaðist. Men hóast sigurin á uttanhýsis fíggindanum, vóru fleiri, sum vóru ónøgd. Reiðaríini, sum fiskaðu makrel, fingu so stóran vinning, at nógvir politikarar hildu, at hann í størri mun átti at komi landinum til góðar. Fiskurin er, sambært lógini, og sambært samgonguskjalinum hjá sitandi landsstýri ogn Føroya fólks. Sostatt eru høvuðsgrundgevingarnar fyri nýggjari fiskivinnuskipan, at botnfiskastovnarnir eru søguliga illa fyri, og kasta ov lítið av sær, meðan uppsjóvarfiskiskapurin kastar nógv av sær, men at pengarnir ikki koma landinum til góðar. Ósemja er tí um, hvørt landið skal krevja inn tilfeingisrentu, tá ið talan er um ovurstóran vinning. Størsti parturin av samgonguni vil skifta fiskidagar út við kvotur, fyri at hjálpa botnfiskastovnunum á føtur aftur. Fólkaflokkurin og partar av andstøðuni halda ikki, at fiskidagaskipanin er orsøk til, at botnfiskastovnarnir eru so illa fyri. Tey vilja tí varðveita fiskidagaskipanina, tí hon er í nógvar mátar meira liðilig hjá vinnuni at arbeiða undir. Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, leggur upp til antitrust reglur í fiskivinnuni, sum avmarka støddina á reiðaríum, soleiðis at tey ikki fáa politiska makt. Men aðrir politikarar, eisini í samgonguni, halda, at reiðaríini skulu vera stór og sterk. So verða tey effektivari, gera fleiri íløgur og so framvegis. Og so er tað uppboðssølan, sum ivaleyst hevur verið mest umrødda evnið í fiskivinnukjakinum seinastu árini. Ósemjan snýr seg um, hvørt landið skal halda fram við at lata loyvi út ókeypis til reiðarar, ella um landið skal taka pengar fyri veiðiloyvini. Ein royndaruppboðssøla var í fjør, og verður aftur í ár. Uppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni leggur upp til lutvísa uppboðssølu, har nýggj rættindi vera boðin út, og verandi rættindi vera verandi hjá teimum, sum søguliga hava rætt til tey. Hesum eru nógvir andstøðutinglimir og summir samgongutinglimir ímóti. Og nú eru níggju mánaðir til ein semja skal vera funnin á hesum og fleiri øðrum spurningum. Í sendingini Skil fiskin fara vit at lýsa meira út í æsir hvørjir fyrimunir og vansar eru við eitt nú kvotum, fiskidøgum, uppboðssølu, søguligum rættindum, antitrust reglum o.ø. Bob Dylan fer um vikuskiftið at taka ímóti Nobel heiðurslønini í bókmentum, sum honum varð tillutað á hátíðarhaldi í Stokkhólmi í desember í fjør, upplýsir Svenska akademiið. Ein av treytunum, fyri at kunna fáa peningin, 6,2 milliónir krónur, sum fylgir við Nobel heiðurslønini, er, at vinnarin skal halda ein fyrilestur tá heiðurslønin verður móttikin. Óvissa hevur valdað um peningaligu gávuna, tí Svenska akademiið ikki hevur hoyrt frá Bob Dylan í fleiri mánaðir. Nú er greitt, at heiðurslønin verður handað um vikuskiftið, váttar akademiið. Svenska akademiið og Bob Dylan hava avgjørt at hittast um vikuskiftið. Vit fara at handa honum heiðurslønina og ynskja honum til lukku, sigur Sara Danius, frá Svenska akademinum, sambært Ritzau. Bob Dylan fer at spæla tvær konsertir í Stokkhólmi um vikuskiftið. Umboð fyri Svenska akademiið verða við til konsertina, og fara at handa honum skreytbrævið fyri Nobel heiðurslønina í bókmentum 2016. Talið av útlendingum, sum ikki hava fingið loyvi at sleppa inn til Føroya, er minkað munandi. Inger Støjberg, sum er ráðharri í útlendingamálum og integrasjón, hevur svarað fyrispurningi hjá Magna Arge, sum er fólkatingsmaður fyri Tjóðveldi. Orsøkin til, at tað nú eru fleiri umsóknir, sum verða játtaðar, er, at arbeiðsloysið í Føroyum er farið niður um 3,5 prosent. Tað vil siga, at nú verða eingi krøv sett um, at ES borgarar skulu verða faklærdir fyri at fáa arbeiðs og uppihaldsloyvi í Føroyum. Tá arbeiðsloysið hevur verið omanfyri 3,5 prosent í 90 dagar, verða tað aftur bara faklærd fólk, sum kunnu fáa loyvi. Í svarinum kemur eisini fram, at útlendingastýrið veit um tvey fólk, ið hava søkt um friðskjól í Føroyum. Eingin avgerð er tikin til tær umsóknirnar enn. Kommunulæknafelagið óttast fyri, at arbeiðið, í Heilsu og innlendismálaráðnum at broyta kommunulæknaskipanina, fer at hava við sær, at tað verður enn truplari at fáa kommunulæknar at søkja tey mongu leysu størvini. Millum annað arbeiðir Heilsu og innlendismáláráðið við eini fastlønarskipan, sum kann hava við sær, at teir kommunulæknar, ið eru eftir í føstum starvi, fara at siga upp. Fýra mans, Jógvan, Jóhan, Símun og Niklas, finna eina rekatunnu við sjóvarmálan á bygd í Føroyum. Og meðan myrkrið sígur um bygdina, royna teir so ljóðliga sum til ber at fáa tunnuna til høldar uppi í kjallaranum hjá Símuni, uttan at aðrir tystir bygdamenn fáa snevilin av tí. Um spritt er í tunnuni, so er hetta ikki smávegis fongur, sum teir nú eisamallir eiga. Niðankomnir, verður káta lagið í kjallaranum tó skjótt køvt, tá spurnartekin verður sett við hvørs løgurin í tunnuni, heldur enn at vera dýrur drammur, møguliga eisini kann hugsast at vera vandamikið træspritt. Nú byrjar ein togtogan teirra millum um at lata innihaldið kanna, og harvið seta loynidómin um tunnuna í váða, ella um teir bert skulu vága at velja ein teirra at gera eina smakkiroynd her og nú. Tvídrátturin gerst ei heldur lættari av, at Símun eisini verður noyddur at slætta sjógv hjá konuni uppi í køkinum, sum nógv heldur vil hava hann at vera um familjuna, har størri tørvur er á honum. Í 2014 varð loyvi givið at skjóta í veltum lendi í trý ár. Nú vil landsstýrismaðurin, Høgni Hoydal, leingja loyvi trý ár afturat fram til 1. juni 2020. Tá loyvi fyri trimum árum síðan varð givið at skjóta grágás, treytaði Løgtingið sær, at ein kanning varð gjørd um stovnin. Men pengarnir komu ikki. Tí er ongantíð kannað, hvussu stovnurin er fyri. Men tað skal nú gerast, sigur landsstýrismaðurin. 217 gæs vórðu skotnar í fjør, 66 í 2015 og 47 í 2014. Í dag. mikudag 29. mars, byrjaði byrjanin til endan hjá Bretlandi í ES. Theresa May, forsætisráðharri, letur í dag undirskrivaðu skilnaðarpappírini til Brússel. Sólvit Nolsøe, stjórnmálafrøðingur lýsir, hvat nú stendur fyri framman. Kravgongur í hópatali hava verið í Russlandi um vikuskiftið. Í miðdeplinum stendur andstøðingurin Alexei Navaly, sum hevur bjóðað sterka og eisini vælumtókta Vladimir Putin, forseta av. Ragnar Johannesen, løgfrøðingur í Moskva, lýsir politisku og búskaparligu støðuna, og hann greiðir eisini frá, hvussu hann var við til at fáa avtaluna í lag, sum privatiseraði 19,5 prosent av almenna russiska oljufelagnum, Rosneft, og sum gav Putin 76 milliardir krónur í statskassan í januar. Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, eftir at Bjarni Hammer, tinglimur hjá Javnaðarflokkinum og formaður í Vinnunevndini, sigur seg ikki kunna taka undir við uppskotinum um fiskivinnunýskipan í verandi líki. Tráin væntar ikki, at fleiri fara at roykja hassj um tað verður lógligt. Hann ímyndar sær at tað kanska vera fleiri sum fara at royna tað, akkurát tá tað verður lógligt, men at talið fer at minka aftur. Kristina Sundar Hansen er sjónleikari. Hon hevur bæði spælt á palli og í filmi, leikstjórnað og skrivað leikir. Kristina býr í Danmark, men er í løtuni heima í Føroyum og skrivar ein leik um sálarligan og kropsligan harðskap í parløgum. Harafturat greiðir hon frá arbeiðstilgongdini í leikinum Sár á Sál, sum hon skrivaði út frá sorgarleikinum, tá hon misti synir sínar í einum eldsbruna Felagið VisitKalsoy hevur handað Henriki Old, landsstýrismanni í samferðslumálum, skriv, har tey heita á landsstýrismannin at um at fáa broytt og betri ferðasamband til oynna og í oynni. Enn veit formaðurin í Tjóðveldi tí ikki, um samgonguflokkarnir taka undir við at lækka valaldurin á komandi fólkaatkvøðu. Tjóðveldi vil nú reisa málið í samgonguni. Flokkurin vísir á, at í Skotlandi varð valaldurin fyri fyrstu ferð settur til 16 ár á fólkaatkvøðuni um fullveldi í 2014. Og eisini í Eysurríki og Norra hava tey roynt at lækka valaldurin við ávís val og fólkaatkvøður. Í samrøðu við in.fo sigur Høgni Hoydal, at her er talan um at eina heilt serstaka fólkaatkvøðu, tí her skulu vit, fyrstu ferð yvirhøvur á eina fólkaatkvøðu um eina føroyska stjórnarskipan og tað eiga tey ungu eisini at fáa ávirkan á. Eftir lógini um fjølmiðlaábyrgd, sum varð sett í gildið í 2006, setir landsstýrismaðurin eina fjølmiðlanevnd við fýra limum. Landsstýrismaðurin tilnevnir ein lim, sum skal vera løgfrøðingur. Føroya Blaðmannafelag nú Føroysk Miðlafólk velur ein lim. Miðlaleiðslurnar redaksjónirnar velja ein lim. Og eftir tilmæli frá Fróðskaparsetrinum verður ein limur valdur sum umboð fyri almenningin. Eisini verða fýra tiltakslimir tilnevndir. Tann fyrsta fjølmiðlanevndin Barbara Vang, tilnevnd fyri landsstýrið, Halgir Winther Poulsen, umboðandi almenningin, Jóhann Mortensen, umboð fyri redaksjónirnar, og Ingolf I. Olsen, valdur fyri journalistarnar orðaði Leiðreglurnar um goðan fjølmiðlasið , sum vórðu staðfestar í 2008. Eftir grein 34 í fjølmiðlaábyrgdarlógini skulu Fjølmiðlar halda góðan fjølmiðlasið . Um fólk halda, at tey hava verið fyri órætti vegna brot á góðan fjølmiðlasið, kunnu tey kæra til sjálvan fjølmiðilin ella Fjølmiðlanevndina innan fýra vikur eftir, at upplýsingar ella tíðindini hava verið almannagjørd. Avgerð, sum ein fjølmiðil tekur um góðan fjølmiðlasið, kann kærast til Fjølmiðlanevndina innan fýra vikur eftir, at kærarin hevur fingið avgerðina. Um fólk halda seg líða undir órætti vegna brot á góðan fjølmiðlasið í eini útvarpsstøð ella í Kringvarpi Føroya, skulu tey kæra til hesar miðlar. Avgerðin hjá útvarpsstøð ella Kringvarpinum kunnu kærast til Fjølmiðlanevndina innan fýra vikur eftir, at kærarin hevur fingið avgerðina. Skipara og Navigatørfelagið og Fíggjarmálaráðið skrivaðu mikukvøldið undir nýggjan sáttmála fyri navigatørar við skipunum hjá Strandferðsluni. Sáttmálin tekur støði í sama karmi, sum onnur alment lønt hava fingið. Lønin hækkar 0,55 prosent og eftirlønin hækkar upp í 11,0 prosent. Tað er tó ikki bara talan um, at vinnan og privatpersónar hava givið ov lítið upp í skatti. Tað upplýsir TAKS í tíðindaskrivi í dag. Eftir at TAKS hevur gjørt rættingar fyri til samans 145 milliónir krónur, vísir úrslitið, at landskassin fær góðar 40 milliónir kronur afturat í inntøku fyri 2016. Í tíðindaskrivi vísir stjórin á TAKS, Eyðun Mørkøre, á týdningin av, at stovnurin hevur nøktandi eftirlit, ikki minst tí at føroyska vinnulívið er meira samansett og kompliserað nú enn áður. Tað ger Arbeiðsgevarafelagið í sínum hoyringssvari. Samanumtikið heldur felagið, at verandi uppskot hevur ov nógvar váðar, tí eingin kennir fullu avleiðingarnar av so víðfevndum broytingum, gjørdar í einum. Mælt verður í staðin til at endurskoða verandi skipan við at gera tiltrongdar broytingar. Síðani skal eftirmeting gerast av broytingunum, áðrenn aðrar broytingar verða gjørdar. Á tann hátt ber til at fremja neyðugu broytingarnar í fiskivinnuni við eini tilgongd, sum hóskar til stóra váðan av at gera broytingar í einari av høvuðsvinnunumm, sigur felagið. Føroya Arbeiðsgevarafelag sigur í hoyringsskrivinum, at tørvur er ikki á tí kollveltingini í føroysku fiskivinnuni, sum uppskotið frá landsstýrinum leggur upp til, men at tørvur heldur er á eini meira avmarkaðari umskipan. Fyri at røkka yvirskipaða endamálinum um eina fiskivinnunýskipan, sum kastar sum mest av sær til samfelagið, mælir Føroya Arbeiðsgevarafelag til, at ein fiskivinnunýskipan tekur støði í verandi skipan. Hon skal grundast á nakrar meginreglur, sum burðardyggan fiskiskap, grundaðan á umsitingarætlanir, herda revsing fyri ólógligan fiskiskap, trygg nýtslurættindi, kvotaskipan við innbygdari umsetiligheit í skipanini, serskatting av vinningi við víðarisølu av loyvum og rættindum, eina burðardygga skatting av tilfeingisrentuni, grundað á staðfest miðalúrslit í vinnuni, tryggja at skattur av vinningi, sum kemur úr føroyskum tilfeingi, verður goldin í Føroyum, og frælsi at leggja viðurskiftini til rættis, tó við ávísum rímiligum avmarkingum, har atlit verða tikin til samfelagsvirði. Tí heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag, at samgongan má rætta kumpass, so nýskipanin í størri mun tekur støði í einum gagnligum vinnupolitikki. Og endamálið má vera ein effektiv fiskivinna, sum skapar virði fyri alt samfelagið. Tað livir verandi uppskot ikki upp til, hóast endamálsorðingarnar tilskila tað. Haraftrat heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag, at tað er ov váðið at gera so víðfevndar broytingar í einum, í einari av okkara høvuðsvinnum. Felagið mælir til at gera meira miðvísar og avmarkaðar broytingar, har tað sum virkar væl í verandi skipan verður varðveitt, meðan tað sum riggar minni væl, verður nýskipað. Útlutingin av fiskiloyvum eigur ikki at vera grundað á uppboðssølu, men á trygg nýtslurættindi og umsetiligheit av rættindum. Men tilfeingisgjøld skulu tryggja, at fyritøkurnar rinda fyri nýtslurættin. Anti trust mørkini, hvat ein einstakur skal hava rættindi til, mugu ikki vera ov lág, tí ov nógv stál verður, og minni at fiska í part. Um fiskivinnan verður regulerað niður í minstu smálutir, fer hon ikki at hava somu møguleikar at skapa virði fyri føroyska samfelagið. Føroya Arbeiðsgevarafelagið heldur, at lógaruppskotið er ov víðfevnt, og vil taka ov nógv atlit í senn. Úrslitið er eitt lógaruppskot, sum sannlíkt fer at steðga tí menning, sum føroysk fiskivinna hevur verið í, og sum fer at skapa eina minni effektiva fiskivinnu, enn vit høvdu frammanundan. Tí eigur fyrst at verða greinað, hvat er galið við verandi skipan, áðrenn nakað uppskot verður gjørt um broytingar. Tí frá at hava fingið hundraðtals milliónir í almennum stuðli, rindar fiskivinnan nú omanfyri tvey hundrað milliónir í føroyska landskassan árliga. Tað er tekin um, at okkurt verður gjørt rætt í fiskivinnuni, hóast neyðugt er við vælvaldum inntrivum í verandi skipan, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag millum annað í hoyringsskrivinum. Tað skrivar Morgunblaðið á heimasíðuni, sambært KnummarFólk, sum vóru í floghavnini, vórðu biðin um at fara út, og síðani ganga gjøgnum trygdareftirlitið av nýggjum. Atvoldin til rumblið var eftir øllum at døma eina misskiljing. Eitt flogfar úr Nuuk setti setti seg í Keflavík, men tá trygdareftirlitið í Nuuk, sambært Morgunblaðnum, ikki lýkur altjóða standardkrøv, varð eitt av ferðafólkunum við flogfarinum úr Nuuk víst til eitt annað trygdareftirlit í floghavnini. Men av misgávum fekk flogfarið úr Nuuk boð um at seta seg á einum staði á flogvøllinum, har ferðafólkini sluppu inn í floghavnsbygningin, uttan at fara gjøgnum trygdareftirlitið. Mannagongdin sigur, at í slíkum førum eiga øll ferðafólk í floghavnini at fara út, og síðani gjøgnum trygdareftirlitið av nýggjum. Millum 2.000 og 3.000 fólk vóru í floghavnini, tá tey fingu boð um at fara út, skrivar Morgunblaðið. Tað segði Putin á fundi í arktiska ráðnum í russiska býnum Arkhangelsk. Finski forsetin, Sauli Niinistø, hevur sagt, at hann hevði verið fegin um at tikið ímóti bæði amerikanska og russiska forsetanum í Helsinki. Finnland fær formanssessin í arktiska ráðnum í mai. Finska stjórnin nevndi longu í desember møguleikan fyri at skipa fyri toppfundi millum Trump og Putin. Amerikansku fregnartænasturnar hava lagt Russland undir at hava skipað fyri telduálopi á demokratiska flokkin í fjør til tess at skaða amerikanska forsetavalevnið, Hillary Clinton. Trump segði undir valstríðnum, at hann vil hava betri viðurskifti við Russland. Tað er komið undan kavi, at starvsfólk í valstríðnum hjá Trumpm hava havt samband við russisku stjórnina, hóast USA, meðan Obama var forseti, setti tiltøk í verk móti Russlandi. Tiltøkini vóru sett í verk, tí Russland legði Krim undir seg. Tað sigur Finnbjørn Vang, sum livur við kroniskari pínu. Hann fegnast um ætlanirnar hjá landsstýriskvinnuni í heilsumálum at seta eina pínuklinikk á stovn í Føroyum. Anders E. Bøgesvang er eisini útbúgvin serlækni í anæstesiologi narkosulækni við góðkendari sergrein innan pínuviðgerð og pínulinnan palliatión . Meiri enn helvtin av næmingunum ynskja, at tey brúka fartelefonina minni enn tey gera í dag, sambært kanning, Blaðið, Ó, hevur gjørt, har 276 næmingar svaraðu. Byggifyritøkan, smápartafelagið Jóan Petur Vang, átti lægsta tilboð, tá tilboðini herfyri vórðu latin upp. Fyritøkan bjóðar sær til at byggja nýggja skúlan og ítróttarhøllina fyri góðar 62,6 milliónir krónur. Arbeiðið byrjar um hálvan mai, og skal verða liðugt, tá skúlaárið byrjar á sumri í 2019. Seks tilboð komu at gera arbeiðið, og lægsta tilboðið var góðar 23 milliónir krónur bíligari enn tað dýrasta. Eftir at hava kannað tilboðini nærri, tók Sunda kommuna av tilboðnum frá Jóan Peturi Vang, og seinnapartin í gjár varð sáttmáli undirskrivaður. Mentamálaráðið biður nú um uppskot um, hvat bygningarnir hjá Glasi í Hoydølum, tað er gamli Studentaskúlin og HF skeiðið, skulu brúkast til, tá skúlin eina ferð flytur í Marknagil. Mentamálaráðið eigur bygningarnar hjá Glasi í Hoydølum og varðar av økinum fyri landsstýrið. Ymisk hugskot eru longu um, hvat skal vera í Hoydølum í framtíðini. Men áðrenn endalig støða verður tikin, vil Mentamálaráðið frætta frá øllum, hvussu tey kundu hugsað sær at gagnnýtt økið. Uppskotini skulu vera ein yvirskipað lýsing av, hvussu økið verður best brúkt og kemur flestum at gagni. Fyri at tryggja, at tey, sum koma við uppskotum, meina tey í álvara, skulu bæði verkætlanarlýsing og fíggingarleistur vera saman við uppskotinum. Uppskotini skulu vera hjá Mentamálaráðnum í seinasta lagi 1. august. Tað skulu peningastovnarnir í Føroyum gera 1. januar 2018. Mælt verður til, at teir seta av eitt prosent av útlánunum til ein sonevndan puffara at standa í móti við. Føroyski búskapurin byggir í høvuðsheitum á fiskivinnu og alivinnu og er tí viðbrekin. Váðaráðið sigur, at hetta er ikki nakað hart krav. Teir peningastovnar, sum ikki halda kravið, missa ikki rættin at reka peningastovn, men fáa onnur krøv millum annað viðvíkjandi bonusi og vinningsbýti. Váðaráðið heldur, at sum frá líður skulu peningastovnarnir seta av fleiri pengar at standa í móti við. Hetta verður gjørt í samráði við føroyskar myndugleikar. Danska stjórnin hevur nú tríggjar mánaðir til at gera, sum Váðaráðið mælir til, ella koma við frágreiðing um, hví stjórnin ikki gjørdi, sum mælt varð henni til. Váðaráðið sigur, at peningastovnarnir í Føroyum eru so mikið væl fyri, at teir tola kravið um eitt prosent. Endamálið er at styrkja fíggjarliga støðufestið í Føroyum. Á sama hátt, sum eitt húsarhald hevur eitt budgett, hevur landið eisini eitt budgett við inntøkum og útreiðslum , tað er fíggjarlógin. Fíggjarlógin sigur, hvussu nógv landið væntar at fáa inn av peningi , hvussu nógvar útreiðslur eru, hvat peningurin skal nýtast til, hvat má útsetast, tí peningurin ikki er til tað, hvat skal sparast upp av peningi og so framvegis. Men longu nú ber til at fáa eina hóming av, hvat politikararnir ætla at gera av íløgum, hvussu nógv tey ætla at brúka , hvussu nógv tey vænta at fáa inn osfr, tí tað kemur at standa í játtanarkørmunum, sum verða lagdir fram í dag. Játtanarkarmarnir er eitt uppskot til samtyktar. Tað vil siga, at tað er ikki ein lóg , men eitt grundarlag ella ein vegleiðing um, hvussu pengarnir skulu brúkast komandi ár. Hesum verður so hugt eftir, tá fíggjarlógaruppskotið verður gjørt. Onkuntíð verða broytingar gjørdar í fíggjarlógaruppskotinum, í mun til tað, sum stendur í játtanarkørmunum. Til dømis løgdu játtanarkarmarnir eitt árið upp til, at pensjónsaldurin skuldi hækka, men undirtøka var ikki fyri hesum í samgonguni og tí kom hetta ikki í fíggjarlógaruppskotið. Tað er grein 54 í Tingskipanini, sum sigur, at uppskot til játtanarkarmar fyri fíggjarlógini komandi ár skal verða lagt fram innan 1. apríl. Játtanarkarmarnir skulu verða samtyktir áðrenn Løgtingið fer í summarfrí í apríl mai. Fíggjarlógin skal verða samtykt áðrenn 31. desember, tí hon kemur í gildi 1. januar. Kolldømda kolldømingin á FM í svimjing og spøkilsismálið millum Neistan og VÍF. Í Sparta hesaferð spyrja vit dómarakønar persónar, hvussu slíkar villur kunnu íkoma, og hvat kann gerast fyri at rætta tað órætta. Stakløgini eru 1. Water við Leu Kampmann 2. Millum himmal og helviti við Son Of Fortune Benjamin Petersen 3. Anyone Better við YØHNA Jóhanna Norðberg Niclassen 4. Hvørt hjartaslag við Quarter To Three 5. Ich Bin Das Chaos við Judith Holofernes Teitur Lassen hevur skriva, lagt til rættis og co prodúsera Vága kommuna og Sp f Desk hava gjørt avtalu um arbeiðið, at gera útstykkingina. Talan verður um 13 grundstykki, sum liggja vestan fyri Skaldaveg í býlinginum Norðuri á Heiðum í Miðvági. Týska samveldisráðið, sum er hin tingdeildin í samveldistinginum, hevur góðkent lógina. Talan verður um seks ymisk prísstig. Eitt tíggjutúrakort fer at kosta millum hálva triðju evru og 25 evrur. Árskortið fer at kosta 130 evrur. Avgjaldið lagar seg eftir, hvat slag av bili, tú koyrir í, til dømis um hann fer væl við umhvørvinum. Motorsúkklur sleppa undan avgjaldi, men húsvognar kunnu vænta at gjalda størsta avgjaldið. Nógv politiskt stríð hevur verið um vegskattin. Fyri einari viku síðani samtykti samveldistingið lógina, og nú hevur hin tingdeildin, samveldisráðið, eisini samtykt lógina. Landspartaráðini manna samveldisráðið. ES nevndin hevur funnist at ætlanini um nýggja vegskattin, tí munur verður gjørdur á týskum og útlendskum bilførarum. Stjórnin í Týsklandi hevur roynt at laga lógina til, og nú er ES nevndin ikki so atfinningarsom longur. Felagið hjá donsku bileigarunum, FDM, hevur eisini funnist hvassliga at týska vegskattinum. París avtalan er framvegis til viðgerðar í stjórnini, sigur Sean Spicer, talsmaður í Hvítu húsunum. Ráðharrarnir í stjórnini eru ójavnir á máli um altjóða veðurlagsavtaluna. Steve Bannon, ráðgevi hjá forsetanum, hevur roynt at sannføra Trump um at taka seg burtur úr avtaluni, men Rex Tillerson, uttanríkisráðharri, og dóttir Trump, Ivanka, mæla til, at USA skal halda seg til avtaluna. Nýggi stjórin í amerikanska umhvørvisstýrinum, Scott Pruitt, sigur, at París avtalan er ikki góð, og hon fer at kosta arbeiðspláss í USA. Undir valstríðnum boðaði Trump frá, at varð hann valdur, ætlaði hann at taka USA burtur úr veðurlagsavtaluni. Men síðani Trump varð tikin í eið sum forseti, hevur hann sjáldan umrøtt evnið. Týsdagin skrivaði Donald Trump undir eina fyriskipan, sum kolldømir ætlanina hjá undanmanni hansara, Barack Obama, at avmarka útlátið av Co2. Fyriskipanin ógildar eisini eitt forboð at leita eftir koli í nýggjum námum. Fleiri arbeiðspláss skulu vera í kolaídnaðinum, sigur amerikanski forsetin, Donald Trump. Grundlógaravhoyring verður í dag í sambandi við eitt harðskapsmál í Havn í gjár. Tað var um sekstíðina í gjárkvøldið, at ein kvinna ringdi til løgregluna og boðaði frá, at maðurin hevði framt harðskap móti henni. Løgreglan kom á staðið, og tók mannin, sum er um 40 ára aldur, við á politistøðina, har hann hevur ligið náttina. Maðurin hevur onnur mál um harðskap móti sær, sum enn ikki hava verið til viðgerðar í rættinum. Tí avgjørdi løgreglan, at maðurin skal til grundlógaravhoyring fyri at fáa mannin varðhaldsfongslaðan. Klokkan 14 verður aftur grundlógaravhoyring. Tá er talan um rúsevni. Hildur Hentze, dagligur leiðari fyri kriminaldeildini, kann einki siga um málið annað enn, at biðið verður um, at grundlógaravhoyringin verður fyri afturlatnum hurðum. Og tað merkir, at fjølmiðlar og onnur ikki hava atgongd til rættarhølið tá. Í játtanarkarminum stendur, at skulu Føroyar hava fullgóða búskaparstýring, er neyðugt, at land og kommunur samskipa fíggjarpolitikkin betur enn nú. Talan er um unglingaliðið hjá Støkk, Vípan, og kvinnuliðið hjá Fimleikafelagnum Ljósið, Team Hydra, sum leygardagin skulu kappast við bestu lið í heiminum um møguleikan at koma í finaluna sunnudagin. Kvinnurnar kappast í World Cup kapping, meðan unglingarnir kappast í Challenge Cup. Kappingin eitur III Mediterranean Countries Open AGG, og verður hildin í Padua í Italia. Til ber at fylgja við live stroyming av kappingini á hesari síðuni Kappingin hjá unglingum og kvinnum byrjar klokkan 15 leygardagin og er skipað á tann hátt, at unglingar og kvinnur skiftast um at vera á gólvinum. Vípan skal á gólvið sum nummar 6 av unglingaliðunum, og Team Hydra skal á gólvið sum nummar 26 av kvinnuliðunum. Umframt at vera umboðað við einum unglingaliði og einum kvinnuliði, so eru Føroyar eisini umboðaðar av tveimum dómarum á ferðini. Elna Johannesen og Beinta Danielsen eru longu í gongd í Padua, tí í døgunum undan kappingini er dómaraskeið á skránni, og hesum skeiði luttaka tær á, áðrenn tær skulu døma um vikuskifti. Tað ber í sær, at Betri Banki tekur stevningina móti Jørn Astrup Hansen aftur. Tað boðar Betri Banki frá í tíðindaskrivi fyri lítlari løtu síðani. Sambært tíðindaskrivinum váttar Jørn Astrup Hansen í semjuni, at hann hevur ikki ætlað at skuldsett bankan og leiðsluna í bankanum fyri at hava roynt at framt skattasvik. Jørn Astrup Hansen hevur heldur ikki roynt at sagt, at bankin við vilja hevur givið TAKS skeivur upplýsingar við tí endamáli at fáa skattafrádrátt. Jørn Astrup Hansen harmast um, at leiðslan í bankanum hevur fatað atfinningarnar soleiðis, stendur í tíðindaskrivinum, Betri Banki hevur sent fjølmiðlunum. Betri Banki er síðani komin til ta niðurstøðu, at tað ikki longur er grundarlag at halda fast við stevningina móti Jørn Astrup Hansen. Bankin hevur tí gjørt av at taka sakarmálið aftur. Partarnir hava avtalað ikki at gera fleiri viðmerkingar í málinum, stendur í tíðindaskrivinum frá Betri Banka. Joanita hevur eitt nú sungið við nøvnum sum Etta Cameron, Don Moen og Alvin Slaughter. Joanita hevur somuleiðis havt heiðurin at syngja fyri Margrethu Drotning og Desmond Tutu. Fyri einum góðum mánað síðani varð fyrsta skotið til Eysturoyartunnilin latið av. Hvussu byrjaði henda verkætlan og hvat merkir hetta fyri mentanarlívið Hesar og aðrar spurningar skifta vit orð um við borgarstjóran Jóhannus Danielsen og ein av stigtakarunum Símin Johannesen á kvøldsins Mentanarcaf , sum varð send beinleiðis úr Tofta skúla. 1. apríl hátíðarheldur Nes kommuna at fimti ár eru liðin síðani kommunan gjørdist sjálvstøðug, og Helgi Jacobsen, sum hevur skrivað bókaverk um Nes kommunu, sigur okkum søguna um tá bygdirnar Saltnes, Toftir og Nes gjørdist ein sjálvstøðug kommuna. Prestagarðurin á Nesi taldist einaferð millum størstu bygningar í Føroyum. Og saman við Albert Isfeld, arkitekti, hava vit verið á gátt, har Josefina Jacobsen, ið er forkvinna í Bygdasavninum í Nes kommunu, beyð vælkomin. Nýggjar og ikki neyðturviliga so stórar, arkitektoniskar perlur eru eisini at finna í Nes kommunu. Og Eyðun Eliasen, arkitektur, sigur okkum søguna um eitt nú einu teirra. Kórsangur er avgjørdur partur av samleikanum í Nes kommunu. Kórið í Fríðrikskirkjuni fer at syngja, eins og vit fara at skifta orð við kórleiðaran Michael Jóhan Heinesen. Hans Poulsen er viðurkendur tónleikari, framleiðari og upptøkumaður. Vit hava verið á gátt í Introvers, ið er nýtt studio á havnalagnum á Toftum. Kunnu vit kanska siga at siðsøgulig og spildurnýggj mentan møtast umvegis ull, design og ferðavinnu Hesar og aðrar spurningar umrøða vit saman við Óla Kristian á Torkilsheyggi, ið tók stig til Navia. Harry Knudsen er myndlistamaður, og í kvøld hitta vit Harry um eitt prát um eitt nú list, íblástur og myndaevni. Livandi tónleikur verður eisini á palli, tá vit fáa vitjan av Daniu Tausen, eins og Janus Wiberg Mortensen eisini vitjar Mentanarcaf ina. Leygardagin hátíðarheldur Nes kommuna fimti ára dagin. Og hvat verður á skránni, tá reyði gólvdregilin verður rullaður út, frætta vit um, tá forkvinnan í mentanarnevndini í Nes kommunu, Elin á Torkilsheyggi, vitjar við borðið. Og vit fara aftur á Torkilsheygg, tí Hervør Sabina og Kári á Torkilsheyggi fara eisini at borðreiða við livandi tónleiki. Men vit byrja á útivølli, við sangleikinum High School Musical II, sum verður spældur í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Ein av høvuðsmonnunum handan leikin er Bárður á Lakjuni. Hoyr sendingina her Forlagið Sprotin gav út bókina í 2015, Edward Fuglø hevur gjørt kápumyndina til føroysku útgávuna. Sonja Kjølbro hevur staðið fyri umbótingini. Næstu 50 minuttirnar ella har á leið hyggja vit aftur á úrvald tíðindi og evni úr farnu vikuni. Og hyggja vit eina viku aftureftir, hvat hevur so verið tað mest spennandi málið. Neyvan fótbóltslandsdysturin. 40 hoyringsskriv komu inn til fiskivinnuuppskotið, og í Hoydølum halda tey, at fartelefonin órógvar undirvísingina. Í einum fjarskotnum horni av verðini langt, langt burturi finnur tú posthúsið hjá øllum Alheiminum. Í Gomlum døgum høvdu postmenninir, sum arbeiddu har, ábyrgdina av at senda ynskini hjá menniskjunum upp til stjørnurnar. Men okkurt hendi. Og allir hvurvu. Men teir lótu eina skrásetingarbók liggja eftir Skriva navn títt í hana og byrja síðani tína ferð. Soleiðis ljóðar inngangurin hjá leikbólkinum Tvazz til leikin, sum verður framførdur um vikuskiftið í Norðurlandahúsinum. Hetta slagið av leiki kalla tey sansalabyrint ella sansavilliniborg . Hoyr innslagið, sum var í vikuskiftissendingini fríggjadagin 31.mars seinnapart. Garðahúsini vórðu bygd í 1868. Jákup og Lena hava umvælt húsini, har tey sjálv búgva. Tey bjóða ferðafólki, bæði útlendingum og føroyingum, innum til ein góðan bita. Rávørurnar fáa tey mestsum allar úr tí 2400 fermetra stóra garðinum. Hoyr samrøðu við Jákup Hansen, sum varð send í sendingini Vikuskifti Formaðurin í Sambandsflokkinum, Bárður á Steig Nielsen, heldur, at landsstýrið átti at útseta nakrar av íløgunum eitt nú havrannsóknarskipið. Tað er eitt stig rætta vegin, heldur Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu, um stóru ætlanina hjá landsstýrinum at lata byggjar vardar bústaðir í Suðurstreymoy. Eitt serligt ævintýr hjá H. C. Andersen er myndin, fyrrverandi løgtingsformaðurin, løgtingsmaðurin og formaðurin í Sambandsflokkinum nýtir, tá hann skal greiða frá menningini hjá Nes kommunu, sum fyllir 50 ár í morgin. Føðingardagurin hjá Nes kommunu verður hildin við almennum hátíðarhaldi í Tofta skúla í dag, har millum annað Alfred Olsen fer at hugleiða. Og Alfred Olsen sjálvur, hann fylti 70 ár í gjár. Bárður Nær er komin inn í studio at greiða frá, hvat samband hann hevur við hipp hopp. Hann er eisini kendur sum B Næsty og dugir væl at hugleiða. Hann tosar um alt frá hipp hopp til, hvussu kvinnur yvirtaka heimin, og endar við at tosa um, hvussu ávís tøl hava eina ávirkan á lagnuna hjá menniskjanum. Matstovueigarar hava í fleiri ár víst á sína ónøgd við, at teir ikki fáa avsláttur á víninum, sum teir keypa og at selja víðari til gestirnar. Forkvinnan í danska Javnaðarflokkinum nýtti stóran part av gestarøðuni á eyka landsstevnuni hjá føroyska Javnaðarflokkinum at tosa um ríkisfelagsskapin. Tunnilsliðið, sum ætlandi fær sjey milliónir krónur um árið, skal bora tunnlar til Fámjins, Dals, Tjørnuvíkar og til Gjár, men landsstýrismaðurin í samferðslumálum vil ikki siga, hvaðar leiðin gongur fyrst. Avgerðin at lata óvanliga stóra vinningsbýtið varð endaliga tikin á aðalfundinum, sum varð hildin í høvuðssætinum hjá bankanum á Oknarvegi í Havn í gjárkvøldið. Børn kunnu ikki velja hvønn maka foreldrini velja sær, men tey skulu sjálvandi vera við í prosessini, og eisini hava tað gott við nýggja makanum, og krav er, at nýggji makin er góður við barnið Soleiðis sigur Sofus við mammuna, sum spyr, um hennara børn kunnu avgera nær og hvønn maka hon velur sær. Hini brøvini eru um at fáa klapp frá starvsfeløgum, hvussu ein kvinna fær eitt vanligt lív, aftaná at hava verið til rúsdrekka avvenjingar, og um ein verdóttir kann biða vermóður sína sleppa i paddinum, tá hon er á vitjan hjá ommubørnunum. Tað sigur eigarafelagið inni á Gøtu, sum umboðar ein part av teimum 1000 fólkunum, sum halda seg hava goldið ov nógv í fjarhita í mong ár. So er Barnafestivalurin 2017 byrjaður. Vit hoyra um alt sum er í Norðurlandahúsinum frá døgunum 1. 9.apríl. Sunnuva Bæk greiðir frá og eisini siga børn sína hugsan. Ein skúlabussur við 58 fólkum er í morgun koppaður á E45 motorvegnum við Sveg og F gelsj frámerkt á korti niðan fyri , skriva fjølmiðlar í Svøríki í morgun sambært NRK. Vit vita enn ikki, hvussu nógv fólk eru komin til skaða, sigur Marie Andersson, talskvinna hjá løgregluni, sambært almenna svenska sjónvarpinum. SVT. Til samans 58 fólk vóru í skúlabussinum, tá vanlukkan hendi 52 børn og seks vaksin, skrivar stersundsposten. Flestu fólkini svóvu, tá vanlukkan hendi, skrivar blaðið. Tað var umleið klokkan sjey í morgun, at skúlabussurin við teimum 58 fólkunum fór út av E45 motorvegnum. Fleiri hava fingið løstir, men enn er ikki fráboðan komin um, at fólk eru deyð. Enn er óvist, hví vanlukkan hendi, siga talsfólk hjá løgregluni. Leygarmorgunin var kuldin niðan fyri frostmarkið og tað var hált í økinum, har bussvanlukkan hendi í morgun. 24,3 prosent av dønum halda ikki, at trúvirðið hjá teimum stóru fjølmiðlunum er stórt, vísir ein meiningakanning, greiningafyritøkan, Wilke, hevur gjørt fyri Jyllands Posten . Tað staðfestir tað, fleiri hava óttast. At fólk hava trupult við at kenna mun á sonnum og følskum tíðindum, og tað skal takast í álvara, sigur Jan Birkemose, miðlagreinari. Tað eru serliga ungfólk í Danmark, sum nú ivast í trúvirðinum hjá fjølmiðlunum. 28,1 prosent av teimum 18 29 ára gomlu halda ikki, trúvirðið hjá fjølmiðlunum er stórt. Skúlaverkið í Danmark er longu í ferð við at undirvísa børnunum í keldukritikki, so tey betur kunnu taka dagar ímillum sonn og følsk tíðindi, sigur Mette Risager, ráðharri í undirvísingarmálum. Kjakið um Fake News tók dik á seg í kjalarvørrinum á amerikanska forsetavalinum í fjør. Tá varð avdúkað, at tíðindi, sum ikki vóru sonn, ferðaðust skjótt á sosialu miðlunum. Nógv færri hava týskt í fólkaskúlanum nú enn fyri bara nøkrum fáum árum síðani. Hetta skúlaárið hava 374 næmingar týskt. Tey vóru 759 árið 2012 2013. Næsta skúlaár 2017 18 hava 437 næmingar higartil valt týskt í 8. og 9. flokki. Men tá eru næmingar í seks skúlum, sum ikki enn hava valt vallærugreinir til næsta skúlaár. Hetta kemur fram í svari frá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, til Honnu Jensen, løgtingskvinnu. Sama er at siga um miðnám sum um fólkaskúlan, áhugin fyri týskum er minni í ár enn fyri fáum árum síðani. Tey eru 134 í ár, tey vóru 404 skúlaárið 2012 2013. 43 hava søkt um týskt næsta skúlaár. Á Fróðskaparsetrinum hevur eingin týskt sum linjulestur, tað vil siga eingin er í útbúgving sum lærari í týskum. Tey vóru 13 seinastu tíggju árini. Heldur einki granskingarstarv í týskum er á Fróðskaparsetrinum. Trý fólk eru deyð eftir eina ferðsluvanlukku á E45 motorvegnum, miðskeiðis inni í landinum har suðuri í Svøríki, sum hendi umleið klokkan sjey í morgun, skrivar norska blaðið, VG. Sjúkrahúsið í stersund upplýsti á tíðindafundi fyri løtu síðani, at higartil eru trý fólk deyð og seks onnur hava fingið álvarsligar løstir eftir ferðsluvanlukkuna í morgun. 52 skúlanæmingar, sum ganga í áttanda flokki, vóru við í skúlabussinum, tá hann av ókendum orsøkum koppaði runt og fór út av vegnum. Harumframt vóru seks vaksin og førarin í bussinum. Stefan L fven, forsætisráðharri í Svøríki, hevur lýst landasorg eftir bussvanlukkuna í morgun, sum fyribils hevur kravt trý lív. Orsøkin til bussvanlukkuna er ikki greið enn, upplýsa myndugleikarnir. Yvirútskiftingarnevndin hevur gjørt endaligan úrskurð í málinum um innangarðs útskiftingina í markatalsbygdini Strendur, skrivar Sjóvar kommuna á heimasíðuni. Neyðugt var at útskifta jørðina innangarðs fyri at leggja saman smærru eindirnar av jørð í størri eindir. Fólk, sum eiga jørð, kundu seta fram ynski áðrenn innangarðs jørðin varð útskift. Útskiftingarnevndin hevur í samband við arbeiðið roynt at eftirlíka ynskjunum hjá eigarunum. Tó hevur verið neyðugt í einstøkum førum at ognartaka nakað av jørð innangarðs. Kommunalu myndugleikarnir fara nú í samráð við útskiftingarnevndina at gera av, hvussu nógv skal leggjast út til sethúsabygging. Lendi skal eisini leggjast út til broytingar í vegagerðini í kommununi. Heldur tú teg síggja alsamt fleiri nýggjar bilar á føroysku vegunum, so ert tú kanska ikki heilt á skeivari kós. Í øllum førum ikki um hugt verður at nýggjastu tølunum hjá Akstovuni. Tí føroyingar keypa framvegis nógvar nýggjar persónbilar. So mikið nógvar, at vøksturin, sum hevur verið í Føroyum teir seinastu mánaðirnar, heldur fram við sama lag. 485 nýggir persónbilar vórðu innfluttir fyrsta ársfjórðingin í ár. Í fjør vórðu 464 nýggir persónbilar fluttir inn í landið frá 1. januar til og við 31. mars vísir uppgerðin hjá Akstovuni. Í mars vórðu 190 nýggir persónbilar innfluttir í Føroyum. Tað svarar til, at tað hvønn gerandisdag í mars mánað í ár vórðu innfluttir meira enn átta persónbilar í Føroyum. Mánadagin tekur ein nýggjur arbeiðstakari við uppgávuni at savna inn rusk frá borgarum í Tórshavnar kommunu, skrivar kommunan á heimasíðuni og á Facebook. Kommunan hevur gjørt sáttmála við IR lastbilar, ið skal savna inn rusk í høvuðsstaðnum tey næstu sjey árini. Sáttmálin kann leingjast í eitt ár aftaná. IR lastbilar hava keypt tríggjar nýggjar bilar til uppgávuna at savna inn rusk. Síðstu sjey árini hevur Jón Thomasen havt uppgávuna, at savna rusk, um hendi. Higartil eru 206 fólk deyð í kjalarvørrinum á einum skriðulopi í býnum, Mocoa, í Kolumbia leygardagin, 200 onnur fólk eru løstað og hundraðtals onnur eru eisini saknað. Heilir býarpartar eru skolaðir burtur eftir at áir í økinum floymdu yvir áarbakkarnar leygardagin, upplýsir Juan Manuel Santos, forseti í Kolumbia, sambært lokalum fjølmiðlum. Talið á deyðum fer helst eisini at vaksa komandi dagarnar so hvørt sum bjargingarfólk grava seg ígjøgnum harðast raktu økini í útsynningspartinum í Kolumbia. Greinin heldur fram niðanfyri. Nógv regn síðstu dagarnar hevur elvt til, at tríggjar áir í økinum leygardagin floymdu yvir áarbakkarnar og elvdu til vanlukkuna. Bara leygarnáttina regnaði líka illa sum tað vanliga ger hálvan mars mánað. Fólk í økinum vórðu ávarað um vandan fyri skriðulopi undan vanlukkuni. Tískil náddu nógv at flýggja frá húsum, og vanlukkan kundi verið enn størri, enn hon var, sigur forsetin í Kolumbia. Tað búgva umleið 40.000 fólk í býnum, Mocoa, sum er rakt av skriðulopinum. Reyði krossur er í løtuni í gongd við at veita hjálp til fólkini í økinum, og at hjálpa til í leitiarbeiðnum. Hevur tú hvept teg við at fylla tangan í bilinum, tí prísurin leingi hevur verið ov høgur, so er tað kanska nú, tú skalt umhugsa at fylla brennievnistangan í bilinum aftur. Í løtuni kostar ein litur av bensini 9,50 krónur og ein litur av dieselolju til bilar kostar 7,63 krónur. Tað er lægsti prísurin í tríggjar mánaðir sambært prísivyrliti hjá Magn. Ikki síðani nýggjársaftan hevur tað verið so bíligt at fylla tangan í bilinum, sum tað er í løtuni. Soleiðis hevur prísgongdin fyri brennievni verið síðstu tríggjar mánaðirnar. Í nógv ár hevur verið tosað um, hvussu viðurskiftini í hesum vegamóti, har nógv ferðsla er, skulu skipast. Longu í 2012 varð hálv onnur millión krónur sett av í fíggjarætlanini hjá Tórshavnar kommunu til ljósregulering í vegamótinum. Men tosað hevur eisini verið um at gera eina rundkoyring á staðnum. Hóskvøldið skar býráðið so ígjøgnum. Meirilutin samtykti at gera ljósregulering og játta 400.000 krónur til at gera verkætlanina klára at bjóða út. Bæði tekniski stjórin og býarverkfrøðingurin hjá kommununi mæltu til at gera ljósregulering í vegamótinum Hvítanesvegur Eystari ringvegur. Býráðslimir í minnilutanum vildu hava eina kostnaðarmeting fyri rundkoyring, áðrenn nøkur avgerð varð tikin. Greiða er kanska fingin á dieselgøluni hjá Volkswagen áðrenn 2017 er liðugt. Tað væntar týski ákærin, sum heldur, at fyrstu dómarnir fara at fella í ár. Vit vóna at kunna enda rættarmálini í 2017, sigur Klaus Ziehe, týski ákærin, sambært finans.dk , sum endurgevur týska bilblaðið, Automobilwoche. Ákærin vil ikki siga, hvussu nógvar rættarmál talan kann verða um. Í løtuni verða fýra rættarmál, har 47 fólk eru uppíblandað, fyrireikað til rættin at taka støðu til. Málið byrjaði í september 2015, tá amerikanskir umhvørvismyndugleikar avdúkaðu svik í umleið 11 milliónum bilum hjá týsku bilverksmiðjuni, Volkswagen. Ein telduskipan varð sett í dieselbilarnar, ið Volkswagen framleiddi. Tá bilarnir vórðu til eftirlit vísti skipanin. at bilarnir ikki dálkaðu so nógv, sum teir í veruleikanum gjørdu. Dálkingargølan hevur ikki ávirkað søluna hjá Volkswagen síðani svikið kom undan kavi. Volkswagen seldi flest bilar í 2016. tá til samans 10,3 milliónir bilar rullaðu út frá VW verksmiðjunum. Alsamt fleiri fólk brúka stroymingtænastur frá eitt nú Spotify og Apple Music. Tað merkist og fløvar hjá tónleikavinnuni, ið annars hevur merkt sviðan av fallandi søluni síðstu árini. 2016 varð tað besta roknskaparárið hjá tónleikavinnuni síðani 2009, vísir nýggjasta uppgerðin hjá RIIA, sum er felagsskapurin hjá tónleikavinnuni í USA, skrivar Engadget á netinum. Talið á fólki í USA, sum gjalda fyri stroymingtænastur, tvífaldaðist eftir bara einum ári. Í 2015 høvdu tænasturnar 10,8 milliónir gjaldandi brúkarar í USA, í 2016 var talið 22,8 milliónir brúkarar. Tað eru ikki bara stroymingtænasturnar, ið hava góðar dagar. Vinylpláturnar ganga eisini sum heitt breyð, og ikki síðani 1985 hava so nógvar plátur verið seldar sum nú, boðaði vinnan frá í januar. Meðan onkur fegnast um vøksturin í ferðavinnuni í Føroyum, eru tað ikki øll, sum eru líka so fegin um vøksturin í vinnuni, sum hevur verið tey seinnu árini. Ein av teimum, sum ikki er ovurhonds fegin um vaksandi ferðavinnuna í Føroyum, er Jóhan Jógvansson í Saksun. Hann heldur, nú er nóg mikið við ferðafólki. Hann er troyttur av nógvu ferðafólkunum, sum vitja í Saksun. Bara í dag hava umleið hundrað ferðafólk verið í Saksun, sigur hann í einum uppslagi, hann hevur lagt á Facebook. Brotssparkskapping 0 1 Ari Olsen misnýtt Rógvi E. Nielsen 0 2 Ólavur Mikkelsen 1 2 Tóki á Lofti 1 3 Mamuka Toronjadze 2 3 Andras Olsen Misnýtt Jákup Jacobsen 3 3 Dan í Soylu 3 4 Michal Przybylski 4 4 Sjúrður Jacobsen 4 5 Andras Frederiksberg 5 5 Jóhannes Hansen 5 6 Hákun Edmundsson 6 6 Árni G. Olsen Misnýtt Andreas Jacobsen 7 6 Niklas Kruse Í annaðkvøld verður lutakast, um hvussu spælast skal í fjórðingsfinalunum. Tá er eisini lutakast,um hvussu spælast skal í steypakappingini hjá kvinnunum. Gæs úr plasti verða settar á bøin fyri at lokka grágæs hagar, so til ber at skjóta tær. Tað sigur Fuglafrøðifelagið í einum ummæli um uppskotið hjá Fiskimálaráðnum um at loyva at skjóta grágás á veltum lendi í trý ár afturat. Tað eigur tí at standa í lógini, at ikki er loyvt at brúka lokkugæs, skrivar Fuglafrøðifelagið, sum annars mælir frá at leingja loyvið at skjóta grágás trý ár, og at hon verður friðað frá 15. august til 1.apríl. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, svarar, at í loyvunum at skjóta grágás eigur Búnaðarstovan at tilskila, at ikki er loyvt at brúka lokkufuglar at fáa gæs at seta seg á bøin. Búnaðarstovan eigur eisini at seta í loyvið, at loyvi at skjóta er avmarkað til tíðarskeiðini í árinum, tá trupulleikin av grágás er størstur og til teir partar í landinum, har sum trupulleikin er staðfestur. Fuglafrøðifelagið mælir eisini til at forbjóða at styggja grágás við luftbyrsu, tí hon styggir ikki gæsnar. Og tað er dýrapínsla at skjóta so stóran fugl við luftbyrsu. Eitt stórt suðurkoreanskt farmaskip, Stellar Daisy, er horvið í Suðuratlatntshavinum. Skipið fór úr Brasil við málmi og var á veg til Kina. Skipið sendi út neyðarkall fríggjadagin, og boðað var frá leka á skipinum. Siðani hevur eingin hoyrt nakað frá skipinum, boðar BBC frá. Sjóverjan í Uruguay hoyrdi neyðarkallið, og setti seg í samband við fleiri onnur farmaskip á leiðini, og tey fóru at leita eftir Stellar Daisy. Skipini hava boðað frá, at tey einki hava sæð, annað enn at tveir sjómenn av Filipsoyggjunum eru funnir í einum bjargibngarbáti, teir vórðu funnir leygardagin. Skipini hava samstundis boðað frá, at ramur roykur av dieselolju er á leiðini. Eingin veit nakað um hinar 22 menninar sum vóru við skipinum, men fleiri tómir bjargingarbátar eru funnir, sigur ein talsmaður fyri suðurkoreanska uttanríkisráðið. Myndugleikarnir hava biðið um hjálp úr Uruguay og Brasil í eini roynd at finna skipið. Skipið lastar 260.000 tons, og 16 mans av Filipsoyggjunum og átta úr Suðurkorea mannaðu skipið. Skipið var einar 1200 fjórðingar úr landi tá tað sendi út neyðarkall. Hóast bæði Vørn og Fiskivinnuráðið eru ivingarsom, broytir Høgni Hoydal, landsstýrismaður, einki í uppskotinum um, at ikki er neyðugt at hava veiðiloyvi fyri at bjóða upp á makrel, norðhavssild og svartkjaft og botnfisk í Barentshavinum í ár. Tað verður gjørt fyri at loyva fleiri fram at uppboðssøluni. Nú kann rætturin at fiska eisini seljast teimum, sum hava fiskifar undir føroyskum flaggi, sum ikki hevur veiðiloyvi, og føroyskum feløgum, sum kunnu skjalprógva avtalu um, at fiskifar undir føroyskum flaggi fiskar keyptu kvotuna. Uppskotið hevur verið til ummælis, og Vinnunevndin, sum hevur uppskotið nú, hevur fingið ummælini. Nevndin hevur eisini fingið at vita, at landsstýrismaðurin hevur viðgjørt ummælini. Og eingin orsøk er til at broyta lógaruppskotið, sigur Høgni Hoydal. Fiskivinnuráðið mælti frá broytingini, so leingi meginreglan í fiskivinnulóggávuni ikki er broytt. Vørn sigur seg ikki hava orku til at gera allar tær kanningar um eigaraviðurskifti, sum lógarbroytingin krevur. Men tað ikki fær landsstýrismannin at broyta uppskotið. Vápnatrygdarskeiði, sum tekur 3 dagar at taka, er lógarkrav fyri at ein skal kunna skjóta fugl, haru og annað í Føroyum. Nýggja lógarkravið kom í gildið 1. januar 2017. Er ein føddur áðrenn 1985 er ikki neyðugt við vápnatrygdarskeiði. ÍF Giza Hoyvík 4 1 3 1 09 min. 1 0 Ndende 20 min. 1 1 Niklas Fríði Jacobsen 25 min. 2 1 Bogi Petersen 36 min. 3 1 Ndende 72 min 4 1 Margeir Toftegaard Embla er heitið á nýggjari norðurlendskari matvirðisløn, sum bóndafeløgini í norðurlondum standa á odda fyri. Føroyar luttaka í bólkunum Eftir áheitan frá Norðurlandaráðnum hava bóndafeløgini í Danmark, Svøríki, Føroyum, Íslandi, Finnlandi, Álandi og Noregi átikið sær at skipa eina virðisløn, sum setur tað staðbundna í miðdepilin. Endamálið er at styrkja samanhald og vitan landanna millum, og millum tað fólk, sum dagliga arbeiðir við at framleiða, virka og borðreiða fyri okkum øllum, og at menna tað góða tilfeingi vit hava hjá okkum. Eg heiti á allar føroyingar at koma við tilnevningum til virðslønina, sigur Sigert Patursson, stýrislimur í Emblu. Virðislønin verður við til at varpa ljós á føroyskar rávørur, føroyskt mathandverk og á Føroyar sum matferðamál. Higartil er talið á deyðum eftir eitt skriðulop í Mocoa í Kolumbia komið upp á 254 fólk. Væntað verður, at talið eisini fer at vaksa so hvørt sum bjargingarlið grava seg fram í harðast raktu økjunum. Minst 43 børn hava latið lív. Fólk í Mocoa leita framvegis eftir børnum, sum eru saknað eftir herviliga skriðulopið, tvey samdøgur eftir at flóðalda rakti býin í útsynningspartinum í Kolumbia fríggjakvøldið. Grundin til, at so nógv fólk lótu lív, er, at flóðaldan rakti, tá fólk lógu og svóvu. Umframt tey 254 fólkini, sum eru deyð, eru eisini hundraðtals onnur, sum eru saknað eftir skriðulopið, skrivar AP. Juan Manuel Santos, forseti, sum vitjaði í Mocoa bæði leygar og sunnudagin, hevur nú lýst undantaksstøðu í býnum. Vanlukkan hevur eisini skolað burtur vegir og brýr, og hevur oyðilagt streymveitingina. Mocoa er regluliga í stórum vanda fyri at verða raktur av skriðulopi, tí býurin er umgirdur av høgum fjøllum og áum, sum fara upp um áarbakkarnar, tá tað er komið nógv regn niður í økinum. Fríggjakvøldið kom óvanliga nógv regn niður í økinum við Mocoa. Tað regnaði 130 millimetrar eftir bara tveimum tímum, ið er líka so nógv regn, sum vanliga kemur niður í Bogota ein heilan mánað. Jákup Bærendsen, bóndi, sum er 11. ættarlið í sínari familju á garðinum á Sundi, sigur, at hóast bara eini hús fyri tað mesta hava verið á Sundi, er plássið at rokna sum ein bygd. Eitt skifti hava tvey hús verið, og tá tey vóru flest, vóru tey umleið 20 fólk á Sundi. Nú eru tey tvey. Áðrenn ættin hjá Jákupi kom higar, hava ymiskir havt festið. Millum annað onkur løgmaður. Jákup Bærendsen sigur, at trø og annar vøkstur trívast væl á Sundi og sólargangurin er góður um summarið. Hann heldur, at um ógvisligi útgrevsturin og útfyllingin ikki høvdu verið gjørd, hevði Sund verið serliga væl egnað til familjuhugna, tí her var eisini góð sandstrond og til bar at vassa langt út. Ein sonn perla. Bóndahúsini á Sundi vóru fyrstu húsini uttanfyri Havnina, sum høvdu telefonsamband, og fyrsta millumbygdasamrøða varð gjørd millum Sund og Havnina. Norsku teknikararnir, ið løgdu telefonlinjuna fyri Ólav á Heygum, ringdu fyrstu samrøðuna úr bóndahúsunum á Sundii fyri at vita um alt riggaði sum tað skuldi. USA kann stríðast einsamalt móti Norðurkorea, sigur Donald Trump, amerikanski forsetin, í samrøðu við bretska blaðið, Financial Times. Vil Kina ikki loysa hóttanina, sum Norðurkorea er, so mugu vit gera tað Orðini verða tikin sum tekin um, at amerikanski forsetin, Donald Trump, leggur trýst á kinesiska forsetan, Xi Jinping, sum fer á vitjan í USA hósdagin og fríggjadagin. Kina hevur stóra ávirkan á Norðurkorea, og Kina vil hjálpa okkum at loysa ta hóttanina, ella vil landið ikki gera tað. Er tað teirra avgerð, ikki at loysa trupulliekarnar við Norðurkorea, so verður tað ikki gott fyri Kina, men vil landið hjálpa til, so verður tað til fyrimuns fyri Kina, sigur Trump. Donald Trump hevur fleiri ferðir ávarað ímóti framferðini hjá Norðurkorea, tá talan er um menning av kjarnorkuvápnum. Og hann sigur seg síggja ein vanda í, at Norðurkorea kann menna kjarnorkuvápn, sum kunnu raka mál í USA. Kina hevur roynt at fáa Norðurkorea at gevast við at menna kjarnorkuvápn, og herfyri setti Kina forboð fyri at innflyta kol úr Norðurkorea. Men sambært Donald Trump er tað ikki nóg mikið. Tað vísir eitt yvirlit hjá Mentamálaráðnum. Talan er um spanskt, franskt, danskt og týskt. Tað er ikki minst eitt vandatekin, at færri og færri velja danskt, sigur landsstýriskvinnan í skúlamálum. Men nýggja skipanin, sum nú er, ger, at fleiri enn fyrr koma upp á eitt hægri stig í fremmandamáli. Harafturat eru eingi granskingarstørv á Fróðskaparsetrinum í teimum fýra málunum. Hetta ætlar Rigmor Dam sær at tosa við Fróðskaparsetrið um. Rigmor Dam sigur annars í svarinum, at tølini vísa greitt, at færri ung velja mál í nýggju breytaskipanini. Rigmor Dam heldur hetta vera eina óhepna gongd, sum eigur at verða tikin í størsta álvara, eisini hóast tølini vísa, at millum teirra, sum velja mál í dag, eru fleiri, sum hava tað á hægri stigi enn áður. Eisini viðvíkjandi donskum eru greið vandatekin at finna í tølunum, sigur landsstýriskvinnan. Færri og færri ung hava danskt í miðnámi. Danskt er, og hevur verið, eitt týðandi alment dannandi fak í Føroyum, og framvegis er stórur partur av frálærutilfarinum í miðnámi á donskum, sigur Rigmor Dam. Stórur partur av okkara ungu lesa í Danmark, og okkara holli danski málførleiki gevur okkum eyðsýndar fyrimunir í samskiftinum við hini Norðurlondini, landsstýriskvinnan í mentamálum. Vit skulu vera á varðhaldi, at vit ikki gerast eins málsliga skerd og íslendingar, sum ofta mugu samskifta á enskum í norðurlendskum høpi, sigur Rigmor Dam. Millum annað soleiðis sigur Amalia Danielsen, sum er ein av teimum yngru læknunum, sum finnast at ætlanini hjá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, ið ætlar at nýskipa kommunulæknaskipanina. Tað er ikki nóg trygt hjá børnunum at ferðast til og frá skúlanum á Giljanesi, og tí skal betrast um farleiðina hjá teimum sum ganga ella súkla til og frá skúlanum. Tvær milliónir krónur eru settar av til endamálið, og ætlanin, at bøta um farleiðina, verður helst byrjað í ár, sigur Henrik Old, landsstýrismaður. Toska og hýsustovnurin er niðurfiskaður og fiskiskapurin má minkast. Soleiðis hevur tilmælið hjá Havstovuni ljóðað á hvørjum ári síðan 2004. Tilmælini eru ongantíð fylgd, og í dag er toska og hýsufiskiskapurin søguliga lágur. Men nú fiskivinnunýskipanin stendur fyri durum tykjast stóru politisku flokkarnir tó, á pappírinum, at vera upptiknir av at fáa eina burðardygga fiskivinnu frá 1. januar 2018. Bæði samgongan og fólkaflokkurin leggja stóran dent á lívfrøðiliga burðardygd í sínum løgtingsuppskotum um fiskivinnunýskipan. Og eitt rit, sum Sambandsflokkurin almannakunngjørdi longu í november, leggur eisini dent á stovnsrøkt og at raðfesta lívfrøðiliga ráðgeving í fiskivinnuhøpi. Í fiskivinnuni snýr lívfrøðilig burðardygd seg um at taka eina nøgd úr stovninum, sum er so mikið lítil, at stovnurin heldur seg á sama støði hvørt ár. Men tað hevur stóran týdning at leggja upp fyri náttúruviðurkiftum, tí hesi hava ein stóran leiklut. Í ávísar mátar er tað gott fyri stovnin at tikið verður burtur úr honum. Tá ið stovnurin er helvtin av maksimalu støddini, tað vil siga av tí stødd, sum hann fyri náttúruni sleppur at vera, verður hann meira fruktagóður enn, um hann fær frið. Men, kemur stovnurin niður í eina minni stødd, umleið ein fjórðing ella fimtapart, av tí størsta hann kann vera, kann tað fáa álvarsligar avleiðingar fyri langtíðar úrtøkuna. Petur Steingrund, fiskifrøðingur, metir toskastovnin í Føroyum at vera millum 30.000 og 50.000 tons. Ábendingar eru um, at toskastovnurin kann vera meir enn 200.000 tons. Hevur hann rætt í hesum, er talan um møguligt risastórt virði, sum Føroyar ikki fáa gleði av, sum nú er. Ilt er at siga, júst hvussu stórur toskastovnurin er í dag, men fiskiskapurin bendir á, at hann er illa fyri. Toskafiskiskapurin í føroyskum sjóøki í fjør var 9500 tons. Skulu veiðitølini vaksa, má stovnurin fyrst fáa loyvi at vaksa. Men hví er stovnurin so illa fyri Hvør hevur ábyrgdina av tí Sambært Petur Steingrund hava náttúruviðurskifti í havinum kring Føroyar verið serlig seinastu tíggju árini, og tí er hetta ein partur av orsøkini. Men vit menniskju eiga eisini ein part, um ikki ein stóran part, av skuldini. Tað ber ikki til at siga við vissu, hvussu stóra ávirkan fiskiskapurin hevur havt á stovnarnar. Men tað er merkisvert, at øll grannalondini í Norðuratlantshavi hava havt framgongd í hýsu og toskastovnunum síðan 2003, meðan Føroyar hava havt afturgongd. Tað, sum øll hini londini hava til felags, er, at tey fylgja lívfrøðiligum tilráðingum frá altjóða havgranskingarstovninum ICES. Í Føroyum hevur løgtingið harafturímóti á hvørjum ári tikið avgerð um veiðutrýst grundað á tvey tilmæli, eitt lívfrøðiligt og eitt vinnuligt. Eitt annað, sum hini londini hava til felags, er, at fiskiskapurin verður stýrdur eftir eini kvotaskipan, meðan Føroyar hava havt eina fiskidagaskipan síðan 1997. Okkurt kundi bent á, at um Føroyar skulu hava eina lívfrøðiliga burðardygga fiskivinnu, má politiska skipanin lurta eftir lívfrøðini. Og tað siga politisku flokkarnir nú, at teir ætla at gera. Tað er púra greitt, at møguleikarnir fyri at fáa nógv meira burturúr, eitt nú, toskastovninum í framtíðini eru stórir, og komandi mánaðirnir kunnu verða avgerandi fyri, um hesir møguleikarnir kunnu røkkast. Nýggja ársfrágreiðingin hjá Internet Watch Foundation vísir, at nú verða 60 prosent av heimsins tilfari, sum vísa kynsliga barnamisnýtslu, goymd á ambætarum í Evropa. Vøksturin er heili 19 prosent. BBC skrivar, at tað mesta av ólógliga tilfarinum verður goymt í Niðurlondum. Higartil hevur Norðuramerika annars verið fremsta ambætarapláss fyri barnaporno, men herdar fráboðanarreglur og eftirlit hava broytt støðuna. Evropa er nú fremsti ambætarin av barnaporno og ikki Norðuramerika, sigur Susie Hargreaves, stjóri í IWF, sum er bretski stovnurin, sum hevur til endamáls at finna og burturbeina barnaporno á bretskum netum. Tøl hjá IWF vísa, at í 2015 var støðan tann øvuta tá vóru næstan 60 prosent av heimasíðum við misnýtslutilfari í Norðuramerika. Men í fjør var hetta talið minkað niður á 37 prosent, meðan talið í Evropa vaks upp í 60 prosent. Sambært russisku tíðindastovuni, Tass, vóru spreingingarnar í Sennaya Ploschad metroini og metroini nærindis teknologiska instituttinum í miðbýnum í Santa Pætursborg. Tíðindastovan, RIA, endurgevur ein embætismann fyri at siga, at enn er ógreitt, um báðar spreingingarnar í Santa Pætursborg vóru í sama toki. Greinin heldur fram niðanfyri. Russiski forsetin, Vladimir Putin, sigur í fráboðan, at enn er ógreitt, hví spreingingarnar hendu, men hann leggur dent á, at møguliga er talan um yvirgang. Øll metroin í Santa Pætursborg, sum dagliga flytir meira enn tvær miljónir fólk, er nú stongd. Sambært BBC, hevur metroin í Moskva boðað frá, at har eru serlig trygdartiltøk nú sett í verk. Tað sigur Árni Ellefsen, stjóri í BankNordik, nú danska váðaráðið mælir til, at peningastovnarnir styrkja seg enn meira móti sveiggjum í búskapinum. BankNordik, Betri Banki og Norðoya Sparikassi eru allir sonevndir SIFI bankar. Ein SIFI banki er ein banki, sum verður mettur at vera so týðandi, at fer hann á heysin, fær tað stórar avleiðingar fyri alt samfelagið. Tí verða serlig krøv sett hesum bankum. Tað er vaksið, og vaksið og vaksið talið á ferðafólkum, sum eru komin um Vága floghavn. Vøksturin helt tó ikki fram fyrsta ársfjórðingin í ár, upplýsir Vága floghavn . Fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár minkaði ferðafólkatalið við 10,98 prosentstigum. Higartil í ár eru 50.586 ferðafólk komin og farin umvegis Vága Floghavn, 5.552 ferðafólk færri enn sama tíðarskeið í 2016. Vága floghavn væntar annars ein vøkstur í samlaða ferðafólkatalinum fyri alt árið, og at 2017 kemur at seta met í ferðafólkatalinum. Metingin er bygd á herdu kappingina á føroyaflúgvingini, sigur floghavnin. Hvat er ein sansavilliniborg Vit spyrja Gunnvu Zachariasen, sum er íbúgvi í villiniborgini. Djóni og Janus siga sína hugsan um sansavilliniborgina. So hoyra vit brot úr barnakonsertini hjá Føroya Symfoniorkestri. Søgan hesa ferð er Skrímslið lítla systir mín. Diana, Bogi og Helena siga sína hugsan um konsertina. Tað sigur Árni Gregersen, journalistur og politiskur viðmerkjari, nú javnaðartingmenninir, Kristin Michelsen og Bjarni Hammer, hava gjørt greitt, at teir taka ikki undir við uppskotinum hjá samgonguni, sum teir sjalvir eru partur av. Hetta er ein skipan, sum tey hava í grannalondunum, har sum myndugleikarnir og partarnir á arbeiðsmarknaðinum byggja vælferðarskipanir upp í felag. Í Føroyum kann samstarv til dømis gerast um pensjón, ALS, barsilsskipan og lívlanga læru, segði formaðurin í Javnaðarflokkinum, Aksel V. Johannesen, løgmaður, á eykalandsstevnu Javnaðarfloksins leygardagin. Fyri góðum fimm árum síðani hevðí Eyðgunn Samuelsen, sum tá var løgtingskvinna í andstøðu, uppskot til samtyktar um at stovna arbeiðsmarknaðardepil, sum samskipaði verandi og komandi skipanir á arbeiðsmarknaðinum. Arbeiðsmarknaðardepilin skuldi vera eitt stað, har sum arbeiðsgevarar, fakfeløg og politisku myndugleikarnir arbeiddu saman um millum annað útbúgving fyri ófaklærd og tilkomin, sum ikki hava aðra skúlagongd enn fólkaskúlan. Men Løgtingið feldi uppskotið. Dagurin, nevndin skal vera liðug, er nú 1. mai. Nevndin varð sett 10. mars og fekk bara til 1. apríl at koma við tilmæli til landsstýriskvinnuna í skúlamálum. Freistin er stutt, tí ætlanin er at fara undir útbúgvingina í september. Nýggja ferðavinnuúbúgvingin verður í Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna, sum nú eitir Miðnám í Vestmanna. Nevndin skal taka støðu til bæði innihald, útbúgvingarlongd, og hvørjir víðari møguleikar eru hjá teimum lesandi, tá tey eru liðug við útbúgvingina í Vestmanna. Tað var meirilutin í Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum, sum mælti til at játta eina millión krónur í ár til ferðavinnuútbúgving í Vestmanna. Tí tók Løgtingið undir við. Tað vísir ein uppgerð sum oljuserfrøðingurin, Øystein Noreng hevur gjørt. Hann hevur kannað viðurskiftini hjá Statoil frá 2001, tá felagið varð skrásett á keypsskálanum og til í fjør. Hann er komin eftir, at meir enn helvtin av 1100 milliardum krónum, sum Statoil hevur nýtt til oljuleiting og útvinning, eru nýttar í útlandinum. Virksemið í útlandinum gav hall bæði í 2014, 2015 og í 2016, til samans 121 milliardir krónur. Statoil hevði yvirskot av virkseminum í Noreg frá 2001 til 2016 uppá 431 milliardir krónur, samstundis sum úrslitið í øðrum londum var eitt hall uppá 67 milliardir krónur. Bara frá 2014 til 2016 misti Statoil 140 milliardir krónur í USA. Og hvørt ár frá 2001 til 2016 nýtti Statoil fleiri pengar enn felagið tjenti. Tað var bara eitt oljufelag, sum varð rikið á sama hátt, og tað var italska ENI. Á ferðini hittir tú íbúgvar og møtir tær sjálvum og øllum hinum og við øllum sínum sansum luktandi, smakkandi, lurtandi, hyggjandi, følandi, fer ígjøgnum ljós og myrkur, ljóð og kvirru og finnur fram til staðið, har ynskini sendast víðari. Har dreymarnir sleppa á flog. Ein livandi sansalig ferð um eitt persónligt ynski og um teir óteljandi møguleikarnar, sum finnast her og nú. Eitt ynski á ferð er ein ferða framførsla fyri børn, ung, hálvvaksin, vaksin og trøllvaksin. Fyri øll menniskju, sum hava eitt ynski. Fríggjadagin vórðu vinnararnir kosnir, og BankNordik savnið vann í bólkinum Ársins sosiala tiltak ella sosial lýsing við flestum atkvøðum. Tað var í januar, at BankNordik stovnaði BankNordik savnið og gav savninum 626 listaverk í gávu. Savnið skal umsita, varðveita og sýna fram tey mongu listaverkini, sum bankin hevur keypt gjøgnum árini, umframt at menna listasavnið og føroyska list. Vinnunevndin í Tórshavnar kommunu hevur samtykt at bjóða niðastu tvær hæddirnar í saltsiloini út til matstovu hjá privatum at reka. Danska Stýrið fyri Sjúklingatrygd søkir nú eftir landslækna til Føroyar. Landslæknin er danskt málsøkið, og seinastu trý árini hevur Henrik L. Hansen røkt landslæknaembætið. Men hann hevur havt starv í Danmark við síðina av landslæknastarvinum í Føroyum, og hevur tí bert verið í Føroyum eina ferð um mánan. Tí hava tríggir vikarar eisini verið knýttir at landslæknaembætinum. Landslæknin hevur eftirlit við heilsuverkinum í Føroyum, hann skal veita føroysku mynduleikunum ráð í samband við ymisk heilsumál. Hann skal savna inn og gera hagtøl yvir heilsuøkið í Føroyum, og hevur nógv tey seinastu árini gjørt eina árliga heilsulýsing. Ætlanin er tó nú, at eftirlitið við Heilsuverkinum skal broytast, so tað verður meira framvirkið. Landslæknin skal tí nú ikki bert kannað mál, tá klagur koma inn, ella tá okkurt ikki lýkur galdandi krøv. Men landslæknin skal sjálvur meta um, hvar stórstu vandarnir fyri sjúklingatrygdini eru í Heilsuverkinum, og síðani gera kanningar av hesum. Dentur verður millum annað lagdur á hesa nýggju uppgávu í starvslýsingini. Ein partur av hesum arbeiði verður eisini at seta á stovn eina skipan har heilsustarvsfólk, sjúklingar og avvarðandi kunnu fráboða ótilætlaðar hendingar. Í Danmark verða hendingarnar fráboðaðar umvegis heimasíðuna hjá Stýrinum fyri sjúklingartrygd, og ætlanin er at brúka eina líknandi skipan í Føroyum. Tá fyrrverandi landslæknin, Høgni Debes Joensen, fór úr starvinum sum landslækni í Føroyum í 2014, varð avgjørt, at starvið skuldi ikki lýsast leyst. Skipanin við embætislæknum í Danmark var broytt, og danskir myndugleikar vildu eisini hava skipanina við landslæknanum í Føroyum broytta. Heilsumálaráðið útgreinaði málið eina tíð, og Karsten Hansen, táverandi landsstýrismaður í heilsumálum, vildi yvirtaka málsøkið. Men tað var av ongum áðrenn valið í 2015. Í løtuni eru ongar ætlanir um at yvirtaka málsøkið, váttar Heilsumálaráðið. Tí er starvið enn á donskum hondum, og nú lýst leyst av danska stýrinum fyri sjúklingatrygd. Evsta mark, at søkja starvið, er 23. apríl. Løgreglan upplýsir, at sjey av fólkunum doyðu á staðnum, tá ein bumba brast í einum toki ímillum tvær metrostøðir, og at hini doyðu seinni av løstunum. Ein onnur bumba varð funnin, og tað eydnaðist løgregluni at taka hana sundur, áðrenn hon brast. Tíðindastovan Tass skrivar, at maðurin, sum framdi atsóknina, verður hildin at vera ein 23 ára gamal maður úr Miðasia. Hann er kendur fyri at hava samband við víðgongdar islamistar, skrivar Interfax. Tíðindastovan skrivar, at maðurin sjálvur lá eftirá í speringingini, men myndugleikarnir vilja ikki vátta, um talan var um eina sjálvmorðsatsókn. Eingin hevur enn tikið ábýrgdina av atsóknini í Santa Pætursborg seinnapartin í gjár. Frá januar til mars øktiskt ferðslan í Vágatunlinum við 10,2 prosentstigum í mun til somu tíð í 2016, skrivar tunnilsfelagið á heimasíðuni, tunnil.fo Í miðal koyrdu 1.974 akfør hvønn dag gjøgnum Vágatunnilin. Eisini í hinum undirsjóvartunlinum, Norðoyatunlinum, var meira ferðsla fyrsta ársfjórðingin í ár. Ferðslan í Norðoyatunlinum øktist við 13,8 prosentstigum í mun til fyrsta ársfjórðingin í 2016. Miðalferðslan í Norðoyatunlinum var 2.809 akfør um samdøgrið. Miðjað hevur verið ímóti at taka umleið 15 lesandi inn á útbúgvingina á hvørjum ári. Í 2017 verða kortini einans 10 tikin inn vegna stórt tal av innskrivaðum lesandi samanlagt skrivar Fróðskaparsetrið á heimasíðuni . Sostatt er orsøkin, at tað til samans eru ov nógv innskrivað á útbúgvingina í løgfrøði, og tí er ikki pláss fyri, at taka 15 inn á masterlestur hesuferð, men bara 10. Sambært tølum, sum Mentamálaráðið sendi Fíggjarnevndini í desember í fjør, vórðu 18 fólk tikin inn at lesa løgfrøði í fjør. Tá gjørdust sjey fólk master í løgfrøði, ið er sett til at vera ein tvey ára útbúgving. Í 2015 vórðu 24 fólk tikin inn at lesa løgfrøði, og sama ár gjørdust trý fólk master í løgfrøði, sæst í skjølunum, ið Fíggjarnevndin fekk frá Mentamálaráðnum í desember í fjør. Útvarpið ætlaði at gera samrøðu við Bárð Larsen, leiðara á útbúgvingini, men hann er burturstaddur í feriu. Sigurð í Jákupsstovu, rektari, sigur seg ikki vera nóg nógv inni í málinum, til at kunna viðmerkja tað, men vísir til Bárð Larsen. Avlopið á gjaldsjavnanum er metstórt triðja árið á rað. Nýggj uppgerð frá Hagstovuni vísir, at avlopið tey trý árini frá 2013 til 2015 hevur ligið millum 855 milliónir og 1,7 milliardir krónur. Vit skulu aftur til 2012 fyri at finna hall á gjaldsjavnanum. Tað var tí, at fimm skip og eitt nýtt flogfar vórðu innflutt til Føroya tað árið, og tað taldi hinvegin á gjaldsjavnanum. Rakstraravlopið stavar fyrst og fremst frá vaksandi útflutningi av fiskavørum, serliga aldum laksi. Men eisini inntøkuflytingar og rakstrarflytingar millum Føroyar og útlond hava givið sítt íkast til tað stóra avlopið á gjaldsjavnanum, skrivar Hagstovan. Óváttað tíðindi frá mannarættindafelagsskapinum í Sýria vilja vera við, at í minsta lagi 58 fólk eru deyð og tíggjutals særd í einum eiturgass álopi í Idlib landslutinum í Sýria. Hetta er eitt ræðuligt álop, tað er ógvusligt, og tað er eftir øllum at døma eisini brot á fólkarættin Jan Egeland, aðalskrivari í norsku flóttafólkahjálpini Sambært BBC, AFP og NRK koma tíðindini frá mannarættindafelagsskapinum í Sýria, SOHR, og sambært teimum vóru tað flogfør hjá annaðhvørt sýriska stjórnarherinum ella Russlandi, sum lupu á. Fólk fingu ikki anda og kvaldust, siga tíðindini. BBC skrivar, at óváttað tíðindi harumframt eru um, at ein læknamiðstøð, sum royndi at taka sær av teimum særdu, eisini varð bumbað. AFP endurgevur SOHR, sum sigur, at mong børn eru millum tey eitraðu og deyðu. Greinin heldur fram niðanfyri. Fyrst fingu tey andaneyð, spýðu, og so kvaldust tey, sigur SOHR. Myndir eru eisini í umferð av hjálparfelagsskapinum, Hvítu hjálmunum, sum spula særd við vatni. Hesi tíðindi um enn eitt eiturgassálop í Sýria koma samstundis sum ráðstevna verður sett í Brússel um framtíð Sýria. Aðalskrivarin í norsku flóttafólkahjálpini, Jan Egeland, er í Brússel, saman við øðrum felagsskapum, sum hava fólk í økinum, har eiturgassálopið skal hava verið. Mong fólk her hava fingið myndir sendandi av deyðum børnum, og tey hava fingið boð um, at starvsfelagar eru deyðir. Hetta er eitt ræðuligt álop, tað er ógvusligt, og tað er eftir øllum at døma eisini brot á fólkarættin, sigur Jan Egeland við NRK. SOHR hevur ikki upplýsingar um, hvat slag av eituri talan er um, og at tað er ógreitt, um tað vóru sýrisk ella russisk flogfør, sum lupu á. Sýriska verjan noktar at hava nakað við álopið at gera og sigur, at sýriski herurin ongantíð hevru brúkt kemisk vápn. NRK skrivar, at andstøðan í Sýria krevur, at ST kannar eiturálopið og ákærir Bashar al Assad, forseta fyri at hava ábyrgdina av álopinum. ST hevur fleiri ferðir áður kannað álop við eiturgassi í Sýria. Og ST hevur skjalprógvað, at bæði sýriskar herdeildir og yvirgangsfelagsskapurin IS hava brúkt eiturvápn í krígnum. Endamálið við lógarbroytingini er at tryggja, at samkynd ikki kunnu krevja at verða signað í kirkjuni, tí onki slíkt ritual finnst, og tað er sera sjáldan, at kirkjulig ritual verða broytt. Ein meiriluti í Løgtinginum avgjørdi 29. apríl í fjør, at samskynd skuldu sleppa at giftast borgarliga. Men ein treyt fyri, at lógin kundi koma í gildi var, at ein regla um signing av borgarligum vígslum skuldi takast úr hjúnabandslógini fyrst. Rigmor Dam, landsstýriskvinna í Mentamálum, sendi tí eitt uppskot til hoyringar, har grein 14 stykki 2, sum lógartryggjar rættin til kirkjuliga signing, varð tikin úr hjúnabandslógini. Men Føroya Stiftsstjórn, Felagið fyri kirkjuráðslimir og Prestafelag Føroya mótmælti hesum. Í hoyringarskrivinum stóð, at borgarliga gift kona og maður, har annað ella bæði eru limir í fólkakirkjuni hava lógartryggjað krav upp á kirkjuliga signing. Hetta skal vera óbroytt. Eisini vístu partarnir á, at tað er prinsipielt skeivt at lóggeva um kirkjulig viðurskifti uttan at fólkakirkjan hevur tikið lut í lógarsmíðnum. Tí broytti Rigmor Dam uppskotið. Í nýggja uppskotinum er grein 14 stykki 2 broytt so tað nú ljóðar soleiðis Hjún í borgarliga stovnaðum hjúnalagi kunnu, í tann mun fólkakirkjan hevur løggild ritual til tess, lata sóknarprest signa hjúnalagið. Landsstýrismaðurin ásetir greiniligari reglur um hetta. Endamálið við hesari broytingini er, sambært Mentamálaráðnum, at gera fullkomiliga greitt, at tað er ein innanhýsis spurningur í fólkakirkjuni, hvørjar kirkjuligar gerðir fara fram í fólkakirkjuni, og at samkynd ikki kunnu krevja at verða signað, tí kirkjan ikki hevur løggilt ritual til tað. Tað verður neyvan í bræði, at eitt slíkt ritual verður gjørt. Tað er sera sjáldan, at kirkjulig ritual verða broytt, tí tey eru so grundleggjandi partur av kirkjuskipanini. Síðani Føroyar yvirtóku fólkakirkjuna í 2007 eru ongin ritual broytt. Eisini eru mannagongdirnar at broyta eitt ritual víðfevnandi. Fyrst skal bispur seta eina nevnd, og nevndin skal síðani gera eitt tilmæli um ritualið. Síðani skal landsstýriskvinnan mæla løgmanni til at góðkenna tað, og at enda skal løgmaður løggilda ritualið. Lógaruppskotið varð also broytt fyri at taka atlit til atfinningarnar hjá fólkakirkjuni. Men Føroya Stiftsstjórn, Felagið fyri kirkjuráðslimir og Prestafelag Føroya hava eisini mótmælti hesum broytingum. Í seinna hoyringarskrivinum stendur, at Tað er prinsipielt skeivt, at blanda borgarligt lógarsmíð og kirkjuligt lógarsmíð saman, og at fólkakirkjan verður drigin upp í politiskar avgerðir. Vit kunnu av prinsipiellum orsøkum tí ikki taka undir við fyriliggjandi broytingum . Mentamálaráðið hevur tó ikki broytt lógaruppskotið aftaná hesar atfinningarnar. Ráðið skrivar skrivar í lógaruppskotinum, at atfinningarnar sýnast at verða mótmæli móti allari tilgongdini at broyta hjúnabandslógina. Tað, sum Løgtingið skal taka støðu til hósdagin, er sostatt orðingina um, at hjún bara kunnu signast í tann mun, fólkakirkjan hevur løggild ritual til tess. Í løtuni hevur Fólkakirkjan einki løggilt ritual at signa samkynd. Á aðalfundinum hjá Atlantic Petroleum tann 28. apríl fer nevndin í felagnum at skjóta upp, at konservativi Charles Hendry, sum var orkumálaráðharri í bretsku stjórnini frá 2010 til 2012, verður nevndarlimur. Uppskotið er komið frá British Oil og Gas, sum hevur lænt Atlantic Petroleum pengar. Tríggir nevndarlimir standa fyri vali á aðalfundinum. Teir eru David A. MacFarlane, sum er formaður, Jan Eiden Muller og Knud Hans Nørve. Teir halda ikki fram, tí nevndin skjýtur upp at velja Charles Hendry, Birgir Durhuus og Ben Arabo, sum er stjóri í felagnum, í nevndina. Birgir Durhuus var í nevndini frá 2009 til 2015. Hann var formaður. Skotið verður upp á aðalfundinum, at yvirskotið í 2016, 12 milliónir krónur eftir skatt, verður flutt til næsta roknskaparár, sum er 2017. Russiska tíðindastovan, Tass, skrivar, at tað er Akbarjon Djalilov, sum framdi bumbuálopið í metroini í Santa Pætursborg í gjár. Russiska fregnartænastan kennir mannin, tí hann hevur tilknýti til víðgongdar islamistar. Men higartil hevur eingin átikið sær ábyrgdina av atsóknini, men russisk kanningarfólk hava í dag staðfest, at talan var um sjálvmorðsbumbu. Kirgisiskir myndugleikar vátta, at maðurin er uppruna kirgisari. Tað er nakað síðani, at Akbarjon Djalilov fekk russiskan ríkisborgararætt. Akbarjon Djalilov skal hava búð í Santa Pætursborg í seks ár, og hevur millum annað arbeitt sum sushi kokkur, men fór undir heilt í fjør. Hildið verður, at hann er 21 ella 22 ára gamal, og skal hava tætt tilknýti til víðgongdar islamskar bólkar, millum annað í Sýria, skrivar russiski miðlar. Víðgongdi islamistiksi yvirgangsfelagsskapurin, IS, hevur áður hótt Russland við hevnd fyri krígið í Sýria. Akbarjon Djalilov skal hava borið spreingievnið við sær inn í tokið í einum ryggsekki, skrivar Interfax tíðindastovan. Aðrar keldur siga, at spreingievnið var í einum kufferti, sum lá undir setrinum í einum av tokvognunum. 14 persónar lótu lív í spreingingini, 49 liggja framvegis á sjúkrahúsi, meðan 13 eru útskrivað. Síðani 1999 hava 70 yvirgangsatsóknir við islamistiskum tilknýti verið í Russlandi. Landasorg er lýst í Santa Pætursborg í tríggjar dagar. Javnaðarmenninir, Bjarni Hammer og Kristin Michelsen, eru ikki teir einastu samgongulimirnir, sum eru ímóti uppskotinum um nýggja fiskivinnunýskipan, soleiðis sum tað sær út í løtuni. Poul Michelsen, formaður í Framsókn, sigur, at tað er óheppið, at einstøk tingfólk viðmerkja uppskotið, áðrenn tað er liðugt viðgjørt. Hann sigur, at floksformenninir í samgonguni arbeiða í hesum døgum við at orða uppskotið soleiðis, at øll í samgonguni kunnu taka undir við tí. Yvirfriðingarnevndin samtykti ikki at fylgja tilmælinum frá náttúrufriðingarnevndini fyri Eysturoyar sýslu og Jarðfeingi um friða Múlaklett. Arbeiðið at gera byrgingina um Haraldssund lidna er klárt at bjóða út. Men eingir pengar eru til arbeiðið. Tað sigur Henrik Old, landsstýrismaður, í svari til Jógvan Skorheim, løgtingsmann. Landsverk fekk í 2008 játtan til at gera verkætlan um at gera byrgingina lidna. Kostnaðarmetingin var 30 milliónir krónur í 2008. Nú, níggju ár seinni, er metingin 35 milliónir krónur Arbeiðið er klárt at bjóða út, tá pengar eru játtaðir. Landsverk mælir til í Samferðsluætlanini fyri 2012 2024, at arbeiðið verður gjørt alt fyri eitt. Sum støðan er nú, roynir Landsverk at rudda og halda byrgingina sum frægast. Við verkætlanini, sum verður boðin út, tá pengar eru til hennara, verður byrgingin dagførd, so hon verður tíðarhóskandi og lýkur dagsins krøv til slíka farleið. Byrgingin verður umbygd nakað, men stórur partur av verandi verklagi verður partur av endaligu loysnini, sigur Henrik Old. Byrgingin um Haraldssund er frá 1986. Úrslitið í fjør var meira enn 10 milliónir betri enn árið fyri, tí tey høvdu 15.000 fleiri ferðafólk á flogi sammett við 2015. Tilsamans flugu 282.000 fólk við Atlantsflogi í fjør. Gjaldførið var 130 milliónir krónur við árslok 2016, og tað er 87 milliónir krónur hægri sammett við ársbyrjan, tá felagið hevði 43 milliónir krónur í tøkum peningi. Sølan av gomlu tyrlunum, lágur prísur á brennievni og størri avlop í tollfríu søluni í Vága Floghavn, sum Atlantic Airways eigur helvtina av, gera eisini góðan mun í tølunum. Nýggja A320 flogfarið kom í flotan stutt fyri jól í fjør, og í summar fer Atlantsflog at leiga eitt A320 flogfar aftrat, sum kemur í staðin fyri eitt A319 flogfar, ið felagið hevur langtíðarleigað seinnu árini. Andstøðuflokkarnir eru tó ikki so jaligir. Teir finnast at millum annað raðfestingunum í kørmunum og búskaparpolitikkinum hjá landsstýrinum yvirhøvur. Kaminan gjørdist ov heit, tí kynt varð við timbri í kjallaranum, og tí kom eldur í eini sethús í Hovi um ellivu tíðina fyrrapartin í gjár. Á ársfundinum hjá Norðurlandaráðnum, sum verður í Helsinki 30.oktober til 2.november, verður avgjørt, hvussu luturin hjá Føroyum, Grønlandi og Álandi, sum verða kallað tey sjálvstýrandi økini, kann mennast í norðurlendska samstarvinum í Norðurlandaráðnum og ráðharraráðnum. Løgfrøðiliga kunnu Føroyar, sum aftur í fjør søktu um fullan limaskap, ikki fáa hann, tí danska grundlógin forðar Føroyum í at gera avtalur við altjóða felagsskapir eins og Helsingforssáttmálan er. Hann er grundlógin hjá norðurlendska samstarvinum. Men onnur viðurskifti skulu kannast, sigur hon, fyri at vita, hvussu luturin hjá sjálvstýrandi økjunum kann mennast innan fyri løgfrøðiligu karmarnar. Samstundis verður endurmett, hvussu væl norðurlendska samstarvið hevur megnað at hildið reglurnar, sum stýra lutinum hjá sjálvstýrandi økjunum í norðurlendska samstarvinum. Tað sigur Barbara Jacobsen, sum er verkætlanarsett á Útlendingastovuni, og sum hevur arbeitt við at taka ímóti útlendingum í donskum kommunum. Útlendingastovan og Kommunufelagið eru farin at samstarva um eina verkætlan, sum skal gera kommunurnar í Føroyum betur førar fyri at taka ímóti útlendskum tilflytarum. Evropa minkar. Bretland fer úr, og tað er ein av teimum stóru heimspolitisku rembingunum í okkara tíð. Er Evropa í upploysn. Og hvat við teimum friðar , trygdar og frælsistankum, sum ES hevur staðið fyri. Stendur alt hetta fyri hóttafalli, ella er hetta bara byrjanin til eina nýggja javnvág. Ung í Íslandi eru fyrimyndarlig, tey drekka og roykja minni enn í øðrum londum. Íslendingar hava gjørt nógv øðrvísi, og millum annað verður noktað ungum at vera úti eftir klokkan 22. Er hetta ein gongd leið í Føroyum. Og er okkara ungdómur ikki á einari heilt góðari leið, sum er. Vit hava størst álit á sjúkrarøktarfrøðingum, men vit hava einki álit á politikarum. Og tað stendur lítið frægari til við journalistum. Tað vísa í øllum førum kanningar í okkara grannalondum. Hvussu er í Føroyum. Hví hava vit álit á summum starvsbólkum og ikki øðrum. Eydna Skaale, retorikari, Gestur Hovgaard, samfelagsfrøðingur, og Helgi Rasmussen, sálarfrøðingur, kjakast og reflektera um støðuna í Evropa, Íslandi og Føroyum. Fjarhitafelagið fekk nýggja nevnd í gjár. Í nevndini eru seks menn. Fyri SEV eru nú Sune Jacobsen, Jónsvein Hovgaard og Hákun Djurhuus. Fyri Tórshavnar kommunu vórðu valdir Bogi Andreasen, Jákup Dam og Tróndur Sigurðsson. SEV og Tórshavnar kommuna eiga Fjarhitafelagið. Enn er ikki klárt at brúka tær 600.000 krónurnar, sum løgtingið játtaði í fíggjarlógini fyri 2017 til at berja niður vandan fyri ridluskriða. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur aftur svarað spurningi, sum Bjørn Kalsø, løgtingsmaður, nú hevur sett honum tvær ferðir eftir nýggjár. Høgni Hoydal sigur, at umráðandi er, at Búnaðarstovan og landsdjóralæknin eru samd um, hvussu játtanin kann brúkast til at taka fleiri blóðroyndir av seyði og kanna aliseyð við tí endamáli at basa ridluskriða. Fyrsta høvuðsevnið snýr seg um tær stóru avbjóðingarnar og serligu tøkniligu loysnirnar, sum skulu til, fyri at framleiða nógva vindorku inn á eitt el net sum tað føroyska. Næsta høvuðsevnið snýr seg um, hvussu ein liberaliserar el marknaðin við einari marknaðargrundaðari skipan, sum tryggjar vinnuliga drívmegi, nýskapan og lágar prísir. Ráðstevnan endar við einum panelkjaki um, hvussu politiski málsetningurin um grøna orku kann røkkast, og hvussu ein orkumarknaður kann skipast. Orkuráðstevnan verður fríggjadagin 7. apríl í Østrøm. Hevði tú spurt meg fyri 10 árum síðan, hevði eg sagt okkurt heilt annað, enn eg sigi í dag. Niclas Heri Jákupsson hevur arbeitt við sølu alt sítt lív, og sigur, at tað góða sølufólki í dag, dugir at lurta og spyrja. Tað vóru stjórnarflogfør, sum í gjár bumbaðu eina eiturvápnagoymslu í Idlib í Sýria. Gassið, sum lak úr goymsluni, drap í minsta lagi 72 fólk, og í minsta lagi 20 eru børn. Men tað vóru sýrisk stjórnarflogfør, sum skutu eftir eini goymslu við eiturgassi, og eiturgassið breiddi seg síðani millum fólk. Tað vóru uppreistrardeildirnar, sum áttu goymsluna, siga russisku myndugleikarnir. Ein talsmaður fyri russiska verjumálaráðið, Igor Konanshenkov, sigur, at goymslan fyrr var í Irak, men er flutt til Idlib landspartin. Talsmaðurin sigur eisini, at sama slag av eiturgassi er millum annað nýtt í sýriska býnum, Aleppo. Tað eru fleiri uppreistrarbólkar, sum halda til í býnum Khan Sheikhoun, har eiturgassið drap fólkini. Teirra millum er ein bólkur, sum fyrr hevur hoyrt til al Queda. Ein kanning, sum ST gjørdi í oktober í fjør, vísti, at sýriski herurin í minst trimum førum hevur nýtt klor sum vápn í 2014 og í 2015. Og frágreiðingin vísti eisini, at Islamskur Statur hevur nýtt eiturvápn í Sýria. Uppreistrardeildirnar vilja ikki hava sitandi á sær, at tær skulu vera orsøk til eiturgassið, og at tær skulu eiga goymsluna. Tí mæla allir uppreistrarbólkarnir til at standa saman ímóti sýrisku herdeildunum. Reiðarar, sum leiga farmaskip uttan manning, skulu ikki longur fáa skattin hjá manningini endurgoldnan, uttan so at skipið er skrásett í FAS, ætlar Fíggjarmálaráðið. Tað fer at bera til at leiga skip uttan manning og fáa skattin hjá manningini endurgoldnan, men treytin verður, at skipið er skrásett í FAS. Ein kanning, sum varð gjørd í 2015, vísti, at reiðarí, sum leigaðu skip uttan manning og ikki høvdu tey í FAS, fingu 54 milliónir krónur aftur av skattinum hjá manningini. Felagið sigur tó, at tað líkist ongum, at eitt mál, sum hevur so eyðmerktar og munandi avleiðingar fyri vinnuna, verður sent til hoyringar við so stuttari freist. Felagið sigur eisini, at nógvar broytingar eru avgjørt neyðugar í uppskotinum og viðmerkingunum um tað, áðrenn felagið tekur undir við tí. Felagið mælir millum annað nógv longri skiftistíð enn Fíggjarmálaráðið ger. Felagið vil hava skiftistíðina heilt til 2028 og ikki 2018. Trolarin Ran kom á Havnina í gjár, eftir at skipið varð noytt at bróta túrin av, tí ein sjógvur breyt fimm rútar á brúnni, tá teir lógu bakk við Flemish Cap. Skipið hevur sløk 200 tons av svartkalva í lastini, og túrurin var góður, sigur Hans Andrias Kelduberg, reiðari. Fiskurin verður landaður í dag, og hann er seldur, sigur reiðarin. Arbeiðið at seta nýggjar rútar í brúnna á Ran er longu byrjað, og nøkur tól skulu skiftast. Samstundis verður kannað, um el skipanin hevur fingið skaða, og um neyðugt er at skifta fleiri tól, enn tey, sum hava fingið sjónligan skaða. Tað var í lýsingini 27. mars at Ran fekk ein sjógv, meðan teir lógu bakk við Flemish Cap. Sjógvurin buglaði brúnna, og hann breyt eisini fimm rútar á brúnni. Fýra mans vóru á brúnni, tá sjógvurin breyt, og tveir av teimum fingu snuddir. Teir byrjaðu fiskiskapin á Atlantshavsrygginum, men har var lítið at fáa, og tí hildu teir leiðina fram yvir á Flemish Cap at fiska svartkalva. Íslendski forsetin, Guðni Th. Jóhannesson og konan, Eliza Jean Reid, koma á vitjan í Føroyum frá 15. til 19. mai. Aksel V. Johannesen, løgmaður, er vertur fyri vitjanini. Á vitjanini skulu íslendsku forsetahjúnini hitta andsstýrið, øgtingið, kommunur aðrar almennar myndugleikar og føroyskar fyritøkur. Nú talan er um at gera berghol til Vestmanna, vil Óluva Klettskarð tryggja sær, at tunlarnir Norður um Fjall ikki fara afturum í røðini. Tingkvinnan hjá Tjóðveldi vil hava vissu fyri, at ætlanin verður hildin, og at tunlarnir í Norðoyggjum verða gjørdir, tá Hvalbiartunnilin er liðugur. Sonja Jógvansdóttir, sum er avgerandi atkvøðan hjá samgonguni, segði, at hon vil hava størri játtan til almannaøkið, og fyritíðarpensjónistar skulu fáa 3.000 krónur meira um mánaðin. Øll, sum koma eftir okkum, skulu eisini fáa lut í virðunum, sum fiskivinnan gevur av sær. Tað er hetta, burðardygd í fiskivinnuni í høvuðsheitum snýr seg um. Í seinasta parti umrøddu vit lívfrøðiliga burðardygd. Men tað eru aðrir mátar at skilja og tosa um burðardygd. Eitt nú búskaparliga burðardygd og samfelagslig burðardygd. At burðardygd kann hava ymisk andlit verður eisini umrøtt í samgonguskjalinum, í uppskotunum um fiskivinnunýskipan og fer ivaleyst at fylla nógv í komandi politisku viðgerðini. Men er samsvar millum ymisku mátarnar at tosa um burðardygd í fiskivinnuni Kann eitt slag av burðardygd onkursvegna stríða ímóti einum øðrum slagi Og um so er, hvussu skal ein yvirskipað burðardygd so røkkast Búskaparlig burðardygd snýr seg í stuttum um at fáa so nógvan vinning sum gjørligt, við so lágum útreiðslum sum gjørligt í so langa tíð sum gjørligt. Hevur dagsins vinningur negativa búskaparliga ávirkan á okkara eftirkomarar, er talan sostatt ikki um búskaparliga burðardygd. Tey flestu munnu vita, at støddin á fiskastovnunum hevur ávirkan á, hvussu stórur búskaparligi vinningurin kann vera. Tí er torført at tosa um búskaparliga burðardygd uttan at taka lívfrøðiliga sjónarhornið við. Men prátið um lívfrøðiliga burðardygd fer oftast at snúgva seg um veiðutrýst, ungfiskavernd og yvirskipaðað stovnsrøkt, meðan búskaparlig burðardygd snýr seg um vinning, búskaparvøkstur í stuttum um pengar. Sambært fiskivinnunýskipanarnevndini, sum lat fiskimálaráðnum álit um fiskivinnunýskipan í heyst, er ein grundleggjandi partur av búskaparligu burðardygdini at fáa so stórt yvirskot sonevnda tilfeingisrentu av fiskiskapinum sum gjørligt, soleiðis at landið kann krevja ein part av yvirskotinum. Er yvirskotið avmarkað, kann landið illa rættvísgera at taka ein part av yvirskotinum úr vinnuni. Men tað kann landið, um yvirskotið er langt út um tað vanliga. Johnny í Grótinum er búskaparfrøðingur og formaður í nýskipanarnevndini. Hann leggur stóran dent á, at tað almenna eigur at blanda seg upp í fiskivinnuna, til tess at tryggja eitt optimalt yvirskot. Og tað skal landið, tí fyritøkurnar eru ikki sjálvar førar fyri at skapa búskaparliga burðardygd í vinnuni. Reiðarí hava hvørki førleika ella skyldu at raðfesta burðardygdina í fiskivinnuni. Ein fyritøka er fyrst og fremst sett í verðina fyri at halda eyguni við egnum vinningi. Búskaparlig burðardygd kann sostatt bara røkkast, um onkur hevur yvirskipað yvirlit á samfelagsbúskapinum. Og tað er uppgávan hjá politisku myndugleikunum. Hvussu myndugleikarnir fara at megna uppgávuna er enn óvist, men formaðurin í nýskipanarnevndini heldur seg kunna eygleiða nakrar andsøgnir millum búskaparliga og samfelagsliga burðardygd í uppskotinum hjá samgonguni, sum fer til viðgerðar í løgtinginum í næstum. Samgongan hevur gjørt vart við, at hon ynskir meir virksemi kring landið, at stóru fyritøkurnar skulu tálmast, og at fleiri skulu sleppa fram at í fiskivinnuni. Hetta er eitt dømi um, at búskaparliga burðardygdin og samfelagsliga burðardygdin stríða ímóti hvørjum øðrum. Við øðrum orðum optimala yvirskotið, sum er aðalendamálið við búskaparligari burðardygd, kann øgiliga skjótt drukna í útreiðslum, um tað eru ov nógvar hendur og ov nógv skip í fiskiskapinum. Virksemið er við øðrum orðum ikki búskaparliga skynsamt, tá ið útreiðslurnar eru næstan líka stórar sum inntøkurnar. Kelda Búskaparráðið, heystið 2014 Men, tað er eitt politiskt ynski, at samfelagslig burðardygd, til dømis at skapa arbeiðspláss, skal kunna undirgrava búskaparfakliga hugsan. Í løgtingsuppskotinum hjá samgonguni stóð soleiðis, áðrenn uppskotið fór til hoyringar. Samfelagslig burðardygd snýr seg um at taka atlit til onnur viðurskifti enn tey, ið hava við besta vinnuliga og samfelagsbúskaparliga lønsemi at gera. Endamálið við lógini er eisini at stuðla undir arbeiðs og inntøkumøguleikar og møguleikar fyri vinnuligum virksemi um alt landi. Í fyrisitingini av livandi tilfeinginum í sjónum kunnu sostatt eisini takast atlit til býtisatlit og økispolitisk atlit. Endamálsorðingar eru í sjálvum sær ikki regulering. Fiskivinna er fjøltáttað virksemi, har nógv ymisk atlit skulu takast, tá reguleringar verða settar í verk. Nógv av hesum málum og atlitum fella saman og kunnu røkkast samstundis. Onnur mál og atlit kunnu vera í andsøgn hvørt við annað, og kunnu illa røkkast til fulnar samstundis. Tá ið av tornar er tað tí ein spurningur um, hvussu ymisku endamálini verða raðfest politiskt og um, hvørjar fyriskipanir og stýringsamboð politiski myndugleikin velur at leggja dent á og brúka innan fyri teir karmar, lógin setur. Hugskotið um, at fiskivinnan skal vera samfelagsliga burðardygg kemur sostatt av, at vælferðin í samfelagnum ikki kann røkkast bara við búskaparligari hugsan. Javnrættindi og fólkaræði hava ikki endiliga nakað við búskapin at gera, men eru týdningarmikil kortini. Um stórt ónøgdsemi valdar um býti av virðunum, sum koma burtur úr vinnuni, kann spurningur eisini setast við, um virksemið er samfelagsliga ella sosialt burðardygt. Unn Laksá, samfelagsfrøðingur, sum eisini var við í nýskipanarnevndini, viðurkennir, at ein vinna fyrst og fremst skal royna at vinna pening, men samstundis er hetta ikki einasta atlitið, sum vinnan má taka. Samfelagið má eisini kunna liva við virkseminum, sigur hon. Til dømis ber væl til at troyta ein fiskastovn sambært lívfrøðiliga burðardyggari hugsan og at gera hetta á ein búskaparliga burðardyggan hátt. Men um virksemið onkursvegna ger seg inn á rættindi hjá fólki í samfelagnum, har virksemi gongur fyri seg, er talan ikki um samfelagsliga burðardygt virksemi. Unn Laksá tekur tó undir við Johnny í Grótinum, at samfelagsligu atlitini kunnu gera seg óneyðugt inn á búskaparliga vinningin, eitt nú um lønsemið í vinnuni má víkja fyri strembanini eftir at skapa arbeiðspláss. Samfelagslig burðardygd er eitt tómt og rótleyst hugtak. Hvat er samfelagsliga burðardygt er tí ein tulkingarspurningur, og tí er tað eisini aftanfyri hetta hugtak, at politisku hugsjónirnar kunnu goyma seg. Meðan ein politikari, til dømis, heldur økispolitikk vera samfelagsliga burðardyggan, so kann ein annar politikari eins væl grundgeva fyri tí øvugta. Samanumtikið mælir nýskipanarnevndin til at viðgerða øll trý sløgini av burðardygd sum eina heild. Tað ræður um at taka atlit, bæði til fisk, pengar og fólk. Hóast hugtøkini kunnu skiljast sundur, so heldur Unn Laksá kortini, at tá ið okkurt er samfelagsliga burðardygt ja, so er tað bara burðardygt yvirhøvur. Hvussu politikarar fáa ymisku sløgini av burðardygd at fylkjast kemur at vísa seg komandi mánaðirnar. Laksurin í aliøkinum hjá Bakkafrosti í Hvannasundi Norður, har sjúkuelvandi ILA virus er staðfest, er væntandi tikin fyrst í næstu viku. Tað er jaligt, at fiskurin verður tikin so skjótt, tí so leingi fiskur við ILA virusi er í aliøkinum, er vandi fyri, at virusið kann breiða seg til alibrúk nærindis. Tað sigur Debes Christiansen, deildarleiðari á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, sum hevur arbeitt við ILA í mong ár. Bakkafrost hevur longu tikið tríggjar fjórðingar av fiskinum í Hvannasundi. Katrin Kallsberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi og fyrrverandi forkvinna í javnstøðunevndini, og Ólavur Ellefsen, formaður í javnstøðunevndini, hava upplegg á hvønn hátt javnstøðustríð og barsilsskipan hanga saman, og hvørjar broytingar skulu fremjast innan barsil. Eftir tiltakið er høvið til spurningar og kjak. Pauli T. Petersen, tinglimur fyri Tjóðveldi, og limur í fíggjarnevndini, ætlar ikki at lata seg trýsta av Sonju Jógvansdóttir, og vil ikki lova, at Sonja Jógvansdóttir fær síni krøv eftirlíkað Tað er treytað av, hvat landsstýrisfólkini á økinum siga, tí tey arbeiða við fleiri av málunum, ið Sonja Jógvansdóttir umrøður, sigur Pauli T. Petersen. Rithøvundurin, Rakel Helmsdal, er í uppskoti at fáa Barna og Ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins við bókini Hon, sum róði eftir ælaboganum . Tað sigur forkvinnan í Autismufelag Føroya, nú Almannamálaráðið hevur lagt uppskot fyri tingið um at veita fólki við autismu stuðul at taka útbúgving uttanlands, og at seta á stovn bútilboð. Fólk møttu tá til uppbyggilig møtir í sokallaðum oratorium, sum merkir biðisalur. Hetta gav navn til bíbilskar tónleikaframførslur í hesum sambandi, sum løgdu støði undir hesa nýggju, máttmiklu tónleikagrein. Ikki er tað ov nógv sagt, at týskføddi og tónleika italskt uppaldi onglendingurin Georg Friedrich H ndel 1685 1759 meira enn nakar annar hevur skrivað oratoriir, sum saman við passiónunum hjá samtíðarmanninum J.S. Bach verða standandi eftir í tónleikasøguni, tá ið tíðarinnar tonn hevur gnagað so mangt annað burtur. Drúgt er verkið, men neyvan í allari tónleikasøguni er verk skrivað, sum soleiðis eins og ein perlurøð við sínum resitativu frásøgnum, sínum undurføgru solosangum arium og sínum máttmiklu, ljómandi kórpørtum hongur organiskt saman frá byrjan til enda. H ndel skrivaði Messias, hetta, í fullari longd, tríggja tíma tónaverkð, í musikalskari og relogøsari ekstasu eftir bert trimum vikum, eitt bragd, sum tónleikasøgan ikki kennir makan til. Verkið hevur varveitt sín tokka millum fólk, og ongantíð man hátíðarstundin kennast onglendingum sterari, enn tá ið Halleluja kórið enn í dag lyftir mannfjøldina úr sæti, ein og tað gjørdi á fyrsta sinni fyri nú meira enn hálvtriðja hundrað árum síðani. Umframt stórt kór og orkestur eru fýra solistar ið framføra. Trý teirra eru úr Íslandi, óra Einarsdóttir syngur sopran, Sesselja Kristiansdóttir syngur mezzosopran og Ágúst Ólafsson bass. Fjórði solisturin er føroyingurin Ernst Sondum Dalsgarð ið syngur tenor. Fólk møttu tá til uppbyggilig møtir í sokallaðum oratorium, sum merkir biðisalur. Hetta gav navn til bíbilskar tónleikaframførslur í hesum sambandi, sum løgdu støði undir hesa nýggju, máttmiklu tónleikagrein. Ikki er tað ov nógv sagt, at týskføddi og tónleika italskt uppaldi onglendingurin Georg Friedrich H ndel 1685 1759 meira enn nakar annar hevur skrivað oratoriir, sum saman við passiónunum hjá samtíðarmanninum J.S.Bach verða standandi eftir í tónleikasøguni, tá ið tíðarinnar tonn hevur gnagað so mangt annað burtur. Drúgt er verkið, men neyvan í allari tónleikasøguni er verk skrivað, sum soleiðis eins og ein perlurøð við sínum resitativu frásøgnum, sínum undurføgru solosangum arium og sínum máttmiklu, ljómandi kórpørtum hongur organiskt saman frá byrjan til enda. H ndel skrivaði Messias, hetta, í fullari longd, tríggja tíma tónaverkð, í musikalskari og relogøsari ekstasu eftir bert trimum vikum, eitt bragd, sum tónleikasøgan ikki kennir makan til. Verkið hevur varveitt sín tokka millum fólk, og ongantíð man hátíðarstundin kennast onglendingum sterari, enn tá ið Halleluja kórið enn í dag lyftir mannfjøldina úr sæti, ein og tað gjørdi á fyrsta sinni fyri nú meira enn hálvtriðja hundrað árum síðani. Umframt stórt kór og orkestur eru fýra solistar ið framføra. Trý teirra eru úr Íslandi, óra Einarsdóttir syngur sopran, Sesselja Kristiansdóttir syngur mezzosopran og Ágúst Ólafsson bass. Fjórði solisturin er føroyingurin Ernst Sondum Dalsgarð ið syngur tenor. Næmingar greiða frá, hvat tey hava arbeitt við í skúlanum. Tey hava havt evnisviku um Kollafjørð. Tey hava máta, hvussu long bygdin er, tey hava lært nógv um tveir gamlar skúlar, tey hava vitja eitt 200 ára gamalt hús og so hava tey fyrireika framsýning. Tann lítli drongurin og beinagrindin er heitið á yrkinga og stuttsøgusavni, sum Beinir Bergsson í hesum døgum gevur út á forlagnum Sprotin vit hitta unga yrkjaran. Mikudagin var sangleikurin High School Musical 2 frumspældur í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, og sama kvøldið varð fyrsta almenna sýningin á palli. Vit hava verið til sangleik í Fuglafirði sangleik, ið telur sløk 60 ungfólk, og saman við Joanu Johansen, sangara og lærara, og Rudolf Joensen, sjónleikara og lærara, verður mett um avrikið. Við argentinskum leikstjóri og sponskum upptøkuliði, er Havnar Sjónleikarfelag í hesum døgum í ferð við at innspæla nýggjan film í fullari spælifilmslongd. Vit hitta leikstjóran Pablo Merin, fotografin Ferran Castrera, og høvuðsleikararnar Hjálmar Dam, Anniku á Lofti, og Jákup Dahl Wardum. Føroyski myndlistapallurin hevur talt og telur nógv evnarík listafólk. Og seinri í sendingini fer Nils Ohrt, stjóri á Listasavni Føroya, at siga okkum um listina hjá Thomasi Arge. Og í hesum døgum verður riggað til Várframsýningina, ið letur upp á listasavninum fríggjadagin. Vit hava verið á gátt, har vit hittu Jón Sonna Jensen og Jóhan Martin Christiansen. Tú kanst hoyra sendingina her Fleiri hundrað bilførarar eru í vanda fyri at missa nummarpláturnar á bilinum, tí teir ikki hava goldið vegskatt fyri fyrra hálvár í ár. Harafturat eru nógv tíðaravmarkað lærarastørv leys. Tey eru fyri eitt skúlaár ella styttri enn tað. Tíðaravmarkað størv eru í flestu skúlunum. Føstu størvini eru í Tórshavnar kommunu, Klaksvík, Fuglafirði, Kvívík, Runavík, Meginskúlanum í Sandoynni, á Giljanesi, í skúlanum við Streymin, á Tvøroyri, í Sumba, Vági og í Sørvági. Sambært tølunum fara nótaskipini at missa 56 prosent av norðhavssild, 48 prosent av svartkjafti og 33 prosent av makreli næsta ár sammett við 2017. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur svarað Bill Justinussen, løgtingsmanni, sum spurdi, um hesi tøl eru gjørd saman við Fiskimálaráðnum. Landsstýrismaðurin kann ikki vátta tølini. Høgni Hoydal sigur, at vit vita ikki enn, hvørjar kvoturnar av uppsjóvarfiski verða næsta ár, tí samráðingarnar við hini strandarlondini hava ikki verið enn. Uttanlandsnevndin tekur undir við uppskotinum til samtyktar hjá Miðflokkinum um, at Føroyar eru við í teimum tiltøkum, sum ST í 2015 setti sær fyri at fremja fyri 2030. Heimsmálini, sum tey verða rópt, eru eisini um til dømis heilsu, útbúgving, frið, rættvísi, javnstøðu, orku, reint vatn, ídnað og búskap. Tað halda aðrir flokkar eisini, men Uttanlandsnevndin vil tó fyrst hava eina frágreiðing frá landsstýrinum, áðrenn lógaruppskotini um heimsmálini koma í tingið. Vit hava allar møguligar felagsskapir, sum verja menniskju, og tað hevur eisini týdning, at onkur tryggjar rættindini hjá djórunum. Fólkatalið í Føroyum er nú farið upp um 50.000. Tað skrivar Hagstovan á heimasíðuni. Hagstovan sigur, at skrásettta fyribils fólkatalið tann 1. apríl er 50.030 fólk. Vanlig mannagongd hjá Hagstovuni er at kunngera fókatalið ein mánað afturút, tí fleiri fráboðanir til landsfólkaskránna ofta eru seinkaðar bæði ein og tveir mánaðir. Tað ger, at feskasta fyribilstalið, sum 1. apríl er 50.030. Men tað verður neyvan heilt tað sama við næstu uppgerð, sigur Hagstovan. Orsøkin til at Hagstovan kortini kunnger fyribilstalið fyri 1. apríl hóast óvissuna er, at tað er so mikið oman fyri 50.000, at tað neyvan fer niðurum til næstu uppgerð um ein mánað. Til ber tó ikki at siga, hvussu nógv fer burtur av 1. apríl talinum. Hagstovan sigur, at tað er trupult at siga, júst hvør tað var, ið bleiv føroyingur nummar 50.000. Tað gongur nakað av tíð, áðrenn allar skrásetingarnar eru komnar upp á pláss. Hetta ger, at uppgjørda fólkatalið ikki er heilt eftirfarandi fyrr enn ein tíð er fráliðin. Tað merkir eisini, at fleiri kunna gerast nummar 50.000, alt eftir nær ið hugt verður eftir skrásetingunum, sigur Hagstovan. Vit halda, at stundin er komin, at russar gjølla umhugsa framhaldandi stuðulin til stýrið hjá Assad, segði amerikanski uttanríkisráðharrin, Rex Tillerson, í gjárkvøldið. Í minsta lagi 72 fólk hava latið lív í eiturgassálopinum, teirra millum 20 børn. Hildið verður, at tað eru herdeildir hjá forsetanum, Bashar al Assad, sum standa fyri álopinum. Vit eru ikki í iva um, at sýriska stjórnin undir leiðslu av Bashar al Assad hevur ábyrgdina av hesum ræðuliga álopinum, sigur amerikanski uttanríkisráðharrin. Russland sigur hinvegin, at eiturgass hevur likið út, eftir at sýrisk hernaðarflogfør bumbaðu eiturgassgoymslurnar hjá uppreistrarfólkunum. Og tað er hetta sum hevur gjørt, at nógv fólk í økinum eru eitrað. Ein sýriskur uppreistrarleiðari vísir hesari frágreiðingini aftur. Øll sóu flogfarið, tá tað bumbaði við gassi, sigur Hasan Haj Ali, kommandantur í uppreistrardeildini, Frælsi Idlib herurin, sambært Reuters. Svartkjaftatrolarin Andrias í Hvannasundi gavst í 1988 og varð seldur av landinum. Nú fór Sonny skjótt til Alaska at vegleiða um fiskapumpuna hjá Sólbjørn Jacobsen. Hon var roynd undir Føroyum og vardi fiskin væl. Í Alaska var pumpan væl dámd. Sonny var síðani við russiskum skipi, sum royndi pumpuna og føroysk trol undir Føroyum og í Kyrra havinum. Tað riggaði eisini væl, men russarnarnir vóru hálir. Heimafturkomin fór Sonny at føra Antuut ex Enniberg undir grønlendskum flaggi. Byrjanin við saltfiskatrolaranum Antuut var umleypandi. Roynt varð í Vesturgrønlandi, Eysturgrønlandi og Loynikrókinum. Har fekst ein brúkiligur túrur við flótitroli. Antuut varð tikin og skiparin lagdur undir at hava fiskað ov nógv. Reiðaríið fekk eina millión krónur og skiparin 50.000 krónur í bót. Tvey ár seinni sleptu norðmenn málinum. Antuut kom undir føroyskt flagg aftur við navninum Ljósafelli. Í 1992 vóru so at siga ongi loyvi, men Klovningur fekk nýtiligan fiskiskap á Hatton Banka og hagar fór Ljósafelli. Hetta var eitt gott beiti hjá Sonna og Ljósafelli í eini fimm ár. Sýriska stjórnin kundi ikki funnið upp á at leypa á sítt egna fólk við kemiskum vápnum. Tað hava tey ikki gjørt eina einastu ferð gjøgnum seks ára langa borgarakríggið í landinum. Tað sigur sýriski uttanríkisráðharrin, sum altso vísir aftur, at stýrið hevur ábyrgdina av eiturgass álopinum, sum týsdagin kravdi 72 mannalív í búnum Khan Sheik oun í Idlib landslutinum har norðuri í landinum. Nógv bendir annars á, at tað vóru sýrisk stríðsflogfør, sum undir einum loftálopi týsdagin tveittu eiturgass niður yvir bústaðarøki í býnum. Bæði sýriska stjórnin og Rusland, sum stuðlar stjórnini, siga, at talan var um eitur frá eini vápnagoymslu. Fyrst varð sagt, at tað var ein vápnagoymsla hjá uppreistrarfólkunum. Nú verður sagt, at hetta er ein vápnagoymsla hjá yvirgangsfelagsskapinum al Nusra. Uttanríkisráðharrin í Sýria sigur, at tað er ikki óvanligt, at bólkar, sum al Nusra og IS, byggja upp goymslur av kemiskum vápnum í bústaðarøkjum. Vit eru ikki í iva um, at sýriska stjórnin undir leiðslu av Bashar al Assad hevur ábyrgdina av hesum ræðuliga álopinum, sigur amerikanski uttanríkisráðharrin. Øll sóu flogfarið, tá tað bumbaði við gassi, sigur Hasan Haj Ali, kommandantur í uppreistrardeildini, Frælsi Idlib herurin, sambært Reuters. Tað skal fáa elorkuna úr varandi orkukeldum upp í 70 prosent av samlaðu elframleiðsluni. Ætlanin er gjørd í tøttum samstarvi við ORKA, sum fyrr æt Jarðfeingi. Ætlanin er at seta 12 vindmyllur upp í Suðuroynni saman við einari pumpuskipan og einari battarískipan. SEV mælir til at byggja eina vindmyllulund við battarískipan aftrat í høvuðsstaðarøkinum. Og byrjast kann longu næsta ár, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV Í Suðuroynni hava SEV og ORKA gjørt vindmátingar í eitt lítið ár. Í báðum verkætlanum skulu gerast fleiri kanningar, áðrenn arbeiðið kann byrja. SEV hevur gjørt sær metingar um, hvat ætlanin fer at kosta, men av tí at øll elframleiðsla skal bjóðast út, fæst ikki at vita, hvør endaligi kostnaðurin verður, fyrr enn útboðið hevur verið, sigur Hákun Djurhuus. Tað er felagið Føroysk Myndlistafólk, ið skipar fyri Várframsýningini. 12 listafólk luttaka í ár. Tey eru Brandur Patursson, Birgit Kirke, Guðrið Poulsen, Gunnvør Hoydal Brimnes, Hansina Iversen, Jens Dam Ziska, Jórunn Reginsdóttir, Pernille Mejslov, Philippe Carr , Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard, Trina Gaard, og Tummas Jákup Thomsen. Mass Hoydal, verkætlanarleiðari í Savnsgulli, og Jógvan í Toftum Olsen, sum hevur talgildað ein stóran part av bondunum, greiða frá tilgongdini. Men mett verður, at galdandi lóggáva ikki er nøktandi at byrgja upp fyri tí váða, sum bygnaðurin í Betri samtakinum hevur við sær, heldur landsstýrismaðurin. Tað vísir ein nýggj kanning, sum er almannakunngjørd í vísundaliga tíðarritinum, The Lancet. Kanningin staðfestir, at talið á andlátum, sum stava frá royking, er økt fimm prosent síðan 1990. Granskararnir ávara um, at talið kann økjast meira, um stóru tubbakksfyritøkurnar halda fram at útvega sær nýggjar marknaðir serliga í menningarlondunum. Kring heimin er royking atvoldin til 10 av øllum andlátum. Annars hava miðvísar herferðir móti royking við avgjøldum og ávaringum á sigarettpakkunum fingið nógv at gevast at roykja seinastu árini, men ikki allastaðni. Í Indonesia, Bangladesh og Filipsoyggjunum er talið á roykjarum óbroytt frá 1990 til 2015. Og í Ruslandi er talið á kvinnum, sum roykja, økt yvir fýra prosent hetta tíðarskeiðið. Eisini í Afrika økist talið á roykjarum. Heimsheilsustovnurin, WHO, væntar, at talið á roykjarum í økinum sunnan fyri Sahara verður 50 hægri í 2025 enn í 2010. Av Norðurlondum liggur Ísland á 21. plássi, Svøríki er nummar 34, Danmark nummar 51. So koma Føroyar sum nummar 77, aftanfyri Føroyar liggur Noreg sum nummar 86 og Finnland býtir 97. plássið við Zambia. Í bólkinum hjá Føroyum í undankappingini til HM liggur Portugal sum nummar8, Sveis er nummar9, Ungarn er nummar31, Lettaland, Etiopia og Palestina býta 124. plássið, og so Andorra, sum liggur á 187. plássi. Norðast á Eysturoynni liggur Gjáarbygd og krógvar seg fyri landnyrðinginum. Túsundtals ferðafólk vitja hana hvørt ár. Men siðbundna lívið, sum var í bygdini í øldir, er nú um at hvørva. Í 1941 búðu 283 fólk við Gjógv, og 50 børn gingu í bygdaskúlanum. Nú búgva 28 børn í bygdini, og skúlin er afturlatin. Í filminum hitta vit nøkur teirra, sum enn búgva við Gjógv. Fólkini siga frá liviumstøðunum fyrr á hesum stolta plássi, sum bæði setti føroyska mentan, sjálvstýrispolitikk og skúlaskap høgt. Kvinnufótbólturin er ikki nóg høgt í metum, men kvinnuligu talentini eru til staðar. Og tað er kappingin eisini, sjálvt um sama felag hevur vunnið meistaraheitið seinastu 17 árini. Luttakarar í dagsins sending Heidi Sevdal, Ansy Sevdal, Rannvá B. Andreassen, Eyðvør Klakstein, Virgar Hvibro og Pætur Clementsen. Debút útgávan War Order við Asyllex fær 5 4 4 av 6 møguligum stjørnum frá ummælarunum Niels Una Dam, Urd Johannesen og Ísak Sambleben. Gestir í Skáanum eru Jan Fossaberg, ferðslupolitistur Ella Mortensen, Skaðaleiðari hjá Trygd Heðin D. Poulsen, Skaðadeildin hjá Betri Trygging Og Sigert Patursson, formaður í Bóndafelagnum. Hósdagin kom nýklakti gullvinnarin í Danish Open, Signhild Joensen, heimaftur til Norðoyri, har mamman, omman og abbin tóku ímóti. Signhild Joensen er okkara fremst ryggsvimjari í løtuni, og hon hevur sett føroyskt met á 50, 100 og 200 metrum rygg í donsku kappingini seinastu dagarnar. Danish Open á langgeil í svimjing hevur verið seinastu vikuna, og serliga tveir føroyskir svimjarar gjørdu vart við seg við at seta føroyskt met tvær ferðir í somu grein fleiri ferðir. Signhild Joensen í ryggsvimjing og Róland Toftum í bringusvimjing. Umframt metregnið hjá Rólandi og Signhild vunnu føroyingar eisini fimm gullmerki í kappingini. Magnus Jákupsson í 50 og 100 metrum rygg, Signhild Joensen í 200 metrum rygg og Óli Mortensen í bæði 800 og 1.500 metrum frísvimjing. Vinnumálaráðið hevur sent tvey lógaruppskot til hoyringar, sum skulu tryggja, at í kreppustøðu skal eitt einstakt felag í einum samtaki kunnu avbyrgjast pg verjast mótvegis hinum feløgunum í samtakinum, og sjálvstøðugt halda fram við sínum virksemi. Avmarkingar skulu eisini vera, so somu persónar ikki ganga aftur í samtakinum, og krøv skulu setast til førleikarnar hjá nevndini hjá Ognarfelagi Tryggingartakaranna. Niels Winther umboðaði arbeiðsgevararnar í arbeiðsbólkinum, sum gjørdi heildarætlanina um fólkaflyting og fólkavøkstur fyri fýra árum síðani. Hann fegnast um, at gongdin er vend, og at serliga kvinnur flyta til Føroya, tí undirskotið av kvinnum í landinum hevur verið so stórt. Vit skulu kortini bera okkum at, sum at hetta ikki fer at halda fram, men alla tiðina hugsa um at fremja neyðug tiltøk, so fólk flyta aftur til landið, sigur ráðgevin í Vinnuhúsinum. Álopið er aftursvar til tað, sum amerikanarar halda at sýriskar stjórnardeildir framdu eiturgass álop í Idlib økinum týsdagin, skrivar NBC News Málið hjá amerikanarum var ein flogstøð hjá sýriskum stjórnardeildum, sum amerikanarar halda, skipaði fyri eiturgass álopinum móti Idlib týsdagin. Eg haldi, at tað, sum hendi í Sýria, er skemd móti mannaættini. Assad er har, og eg gangi út frá, at hann stýrir øllum, tá slíkt skal henda, segði Trump. Samstundis legði amerikanski uttanríkisráðharrin, Rex Tillerson, í gjár dent á, at USA fer at koma við hóskandi aftursvari til deyðiliga álopið í Sýria týsdagin. Tað er óvist, hvønn leiklut Assad hevur. Og við handlingunum hjá honum, kann tað tykjast, sum um hann ikki megnar leiklutin at leiða sýriska fólkið, segði Tillerson, sambært DR.dk. Luftálopið er fyrsta beinleiðis hernaðarliga stigið, sum USA hevur tikið móti Bashar al Assad forseta í seks ára drúgva borgarakrígnum í Sýria. Bretskir myndugleikar stuðla fult og heilt amerikanska álopinum í Sýria, boðar Downing Street frá, sambært Reuters tíðindastovuni. Deep Purple kom í morgun við 20 útgávu síni. Í sendingini mándagin fara vit at spæla burtur úr útgávuni. Sendingin er longu gjørd, so um tit longu vilja hoyra partin nú, so hava tit møguleikan her. Størsti fólkavøksturin er nevniliga í høvuðsstaðnum. Men í hinum økjunum í landinum veksur fólkatalið eisini, sigur Hans Pauli Strøm, sosiologur á Hagstovuni. Á aðalfundinum hjá Bakkafrosti í nýggju hølunum á Glyvrum seinnapartin í dag fer nevndin í felagnum at skjóta upp, at 8 krónur og 70 oyru verða goldin í vinningsbýti fyri hvørt partabrævið. Hetta gevur 425 milliónir krónur í vinningsbýti av úrslitinum í 2016. Og tað úrslitið var gott. Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrosti í fjør var ein milliard og 165 milliónir krónur. Hetta er met hjá fyritøkuni. Tveir nevndarlimir og nevndarformaðurin standa fyri vali í dag. Valnevndin skjýtur upp at velja øll trý aftur fyri tvey ár, Anniku Frederiksberg og Øystein Sandvik sum nevndarlimir og Rúna M. Hansen sum formann. Føroyska liðið var greitt omaná allan dystin, og longu í hálvleikinum var støðan 3 0 til Føroyar. Heidi Sevdal skeyt tvey mál, ímeðan Eyðvør Klakstein, Ásla Johannesen og Lív Arge skutu hvør sítt. Liðini í bólkinum hjá Føroyum liggja soleiðis á styrkislistanum hjá FIFA fyri kvinnur Turkaland liggur á 54. plássi, Montenegro liggur á 83. plássi og Luksemburg er á 90. plássi. Í Norðurlondum liggur svenska kvinnulandsliðið á sætta plássi, Noreg nummar11, Danmark sum nummar15, Ísland er nummar18 og Finnland er nummar28. Hann spurdi, um ráðharrin heldur tað vera í lagi, at føroyingar og grønlendingar eru verri fyri at fáa studning til at ansa sínum egnu børnum í Danmark, enn fólk í ES og EFTA. Mai Mercado sigur, at reglurnar eru ikki tær somu fyri Føroyar og Grønland sum fyri londini í ES og EFTA. Lógin sigur, at fyri at fáa studningin, skulu fólk hava búð í Danmark í minstlagi sjey ár av teimum seinastu átta árunum. Tað er galdandi fyri føroyingar og grønlendingar. Men ikki fyri londini í ES og EFTA, tí Danmark er í ES og EBS samstavinum millum ES og EFTA. Fyri fólk úr hesum londum telja tey sjey árini eisini við, um fólk hava búð í einum øðrum ES landi enn Danmark ella í einum EFTA landi. Mai Mercado sigur tó, at danska stjórnin í vár kemur við uppskoti um, hvussu studningslógin skal skipast. Tá verður spurningurin um rættindini hjá føroyingum og grønlendingum eisini umhugsaður. Hini, sum vórðu tilnevnd, vóru Airbnb, Marriott International, London og Partners og Destination Canada, men Føroyar vunnu altso við Sheep View. World Media Award er samstarv millum leiðandi miðlarnar í heiminum New York Times, Washington Post, Bloomberg, Forbes, Fortune, Newsweek, Time, The Economist, Wall Street Journal and National Geographic og Wohooo. Føroyar vunnu eisini silvur í Grand Prix bólkinum, har vinnararnir í øllum bólkum vóru umboðaðir. Í Grand Prix varð Visit Faroe Islands tilnevnt saman við millum annað Universal Pictures, Shell, Tata Motors og Bet 365. Uni Debess, Edvard Nyholm Debess og Ragnar Finsson luttaka í Blues Perluni, sum verður leygardagin, 8. apríl í Reinsarínum. Teir práta um blues, Blues Perluna og eisini spæla teir tríggjar sangir. Vit eru í apríl og tað er longu nú morsnigilin fer at gera um seg. Til tess at halda talinum á morsnigli niðri og helst týna allan stovnin, eiga vit at fara undir at beina fyri sniglinum frá teirri løtu, teir fyrstu smáu ikki kynsbúni sniglarnir koma fram. Verða teir fyrst makingarførir, kann talið á teimum koma upp í eina millión eftir einum summari. Heilsu og innlendismálaráðið sigur, at neyðugt er at dagføra reglurnar um sjúklingarættindi, sjúklingatrygd, líkskoðan, obduktión, transplantatión, ásetingar um Heilsustýrið og stýrið fyri sjúklingatrygd, sum eisini umfatar Landslæknan og Statens seruminstitut. Millum annað skulu kommunur, sjúkrahúsverk, Heilsutrygd og aðrir stovnar, sum hava heilsustarvsfólk í starvi, skráseta og boða landslæknanum frá óvæntaðum hendingum. Ætlanin er eisini at betra møguleikarnar hjá heilsumyndugleikunum til skjótari og meira konsekvent at steðga heilsustarvsfólki, sum fer út um sínar heimildir. Eftirlitið hjá landslæknanum við heilsuverkinum í Føroyum verður gjørt neyvari, og tað verður eisini hert. Nýggja matstovan borðreiðir við tapas. Í innslagnum hoyra vit Obbjørg Højgaard greiða frá søguliga húsinum, ið er karmur um matstovuna og ætlanini við matstovuni. Høvuðskokkurin, Jóhan Joensen, greiðir frá matskránni og íblástrinum. At enda sigur Michael Koba sína hugsan um matstovuna og Katrinu Christiansen. Klokkan 3 45 í morgun skutu tvey amerikonsk herskip til samans 59 Tomahawk rakettir eftir eini flogstøð í Shayrat, nærhendis Homs har vesturi í Sýria. Álopið kemur í kjalarvørrinum á einum eiturgassálopi týsdagin í Idlib landslutinum tá flogfør hjá annaðhvørt sýriska stjórnarherinum ella Russlandi lupu á. Málið hjá amerikanarum í morgun var ein flogstøð hjá sýriskum stjórnardeildum, sum amerikanarar halda, skipaði fyri eiturgassálopinum í Idlib landslutinum týsdagin tá 86 fólk lótu lív. Iran fordømir amerikanska rakettálopið móti sýrisku flogstøðini. Álopið fer at styrkja yvirgangsfólk og ger støðuna verri í økinum, sigur talsmaður fyri iranska uttanríkisráðið. Bretskir myndugleikar stuðla fult og heilt amerikanska álopinum í Sýria, boðar Downing Street frá. Turkaland vónar, at amerikanska álopið í morgun fer at fáa frið í økinum. Søga og samfelagsdeildin á Setrinum hevur fimm masterútbúgvingar M.A. í løgfrøði, masterlæra í politikki og umsiting, masterlæra í sosialvísindum og samfelagsplanlegging, masterlæra í søgu og M.S.Sc í West Nordic Studies. Russland og USA samdust um at skifta um upplýsingar sínámillum um farleiðir hjá hernaðarflogførum, fyri at forða fyri samanstoytum í luftini, men USA skal ikki longur rokna við at fáa hesar upplýsingar. Boðini koma eftir at USA í nátt sendi 59 Tomahawk rakettir móti eini sýriskari hernaðarstøð í býnum Homs. Álopið var aftursvar til eiturgassálopið móti fólkinum í Idlib landspartinum týsdagin, tá minst 86 fólk lótu lív, 30 vóru børn. Uttan at kanna nakað sum helst, heldur USA fram við at vísa sína megi. Ein hernaðarligur samanbrestur við eitt land, sum stríðist móti altjóða yvirgangi, stendur í boðunum frá russiska uttanríkisráðnum. Uttanríkisráðið skrivar, at álopið hjá USA var lagt til rættis framman undan, altso áðrenn álopið í Idlib, ið sambært russarunum bara var umbering fyri at bumba sýrar. Russarar hava sagt, at sýrisk flogfør lupu á Idlib, og at tey í tí sambandi raktu goymslur av eiturgassi hjá uppreistrarbólkum, men hesum tíðindum vísa uppreistrarbólkarnir aftur. Seks fólk lótu lív undir amerikanska álopinum, upplýsir sýriski herurin, sambært CNN. Iran fordømir amerikanska rakettálopið móti sýrisku støðini, skrivar ISNA tíðindastovan. Tað fer at styrkja yvirgangsfólk og ger støðuna verri í økinum, sigur ein talsmaður fyri iranska uttanríkisráðið eftir rakettálopið í morgun. Bretskir myndugleikar stuðla fult og heilt amerikanska álopinum í Sýria, boðar Downing Street frá, sambært Reuters tíðindastovuni. Tað er umráðandi, at tað er fólkarættarligt grundarlag fyri álopinum. Robottálopið í nátt reisir spurningin, um hetta er í samsvari við fólkarættin, sigur svenski uttanríkisráðharrin, sambært svenskum fjølmiðlum. Spurningurin skal tí aftur í Trygdarráðið til viðgerðar, og Trygdarráðið má taka ábyrgd fyri at fáa eina munagóða loysn, sigur Margot Wallstrøm eftir rakettálopini í morgun. Fólkavøksturin síðstu trý árini hevur nevniliga verið óvanliga stórur, og hendan gongdin fer neyvan at halda fram, sigur Hans Pauli Strøm, sosiologur á Hagstovuni. Í sendingni hesa ferð hoyra vit fløguna Personal Mountains við Keith Jarrett og hansara europeisku kvartett, sum kom út á ECM Records í 1989. Personal Mountains er ein livefløga frá einari konsertferð, sum bólkurin hevði í Japan í 1979. Løgini á hesari fløguni eru upptikin á konsert í Tokyo. Keith Jarrett, sum varð føddur í 1945 í Allentown, Pennsylvania, USA, hevur skrivað øll løgini og spælir klaver, Jan Garbarek, sum er norðmaður av polskari ætt, spælir sopran og tenor saxofonir, svenski Palle Danielsson spælir kontra bass og norðmaðurin, Jon Christensen, spælir trummur. Lagt til rættis Arnold Ludvig. Enn er óvist, hvussu nógv fólk eru deyð og hvussu nógv hava fingið skaða eftir at ein lastbilur hevur koyrt inn í eina mannamúgvu í einari av høvuðsgøtunum í Stokkhólmi. Svenska sjónvarpið sigur, at trý fólk eru deyð og fleiri onnur hava fingið skaða, men svensku myndugleikarnir hava kortini ikki alment váttað tey tølini enn. Løgreglan ávarar um, at talan er um eina yvirgangsatsókn. Tí er svenski Ríkisdagurin í løtuni avbyrgdur, skrivar svenska útvarpið á heimasíðuni. Lastbilurin, sum gerningsmaðurin brúkti at koyra inn í mannamúgvuna, varð stolin frá einari matstovu fyrr í dag, sambært frásøgn í svenska sjónvarpinum, ið sendir beinleiðis frá hendingini. Lastbilurin koyrdi við høgari átta fólk niður við hlens keypsmiðstøðina og fýra onnur fólk lógu eftirá longur burturi, sigur ein sjónarvátti sambært svenska sjónvarpinum, SVT. Greinin heldur fram niðanfyri. Í hesari sjónbandaupptøkuni hjá Sky News síggjast fólk renna fyri lívinum eftir at lastbilurin hevði rent inn í mannamúgvuna í svenska høvuðsstaðnum fyri løtu síðani. Svenska løgreglan heitti eftir hendingina á fólk í svenska høvuðsstaðnum um at halda seg burtur frá miðbýnum í Stokkhólmi, skrivar tíðindastovan hjá Reuters. Forlagið Sprotin gav út bókina í 2015, Edward Fuglø hevur gjørt kápumyndina til føroysku útgávuna. Sonja Kjølbro hevur staðið fyri umbótingini. Ein lastbilur koyrdi seinnapartin inn í eina mannamúgvu við hlens keypsmiðstøðina miðskeiðis í Stokkhólmi. Minst trý fólk eru deyð og átta onnur hava fingið løstir. Tað váttaði svenska løgreglan fyri lítlari løtu síðani fyri svenska sjónvarpinum. Løgreglan hevur illgruna um, at talan er um yvirgang, líknandi yvirganginum í Nice og Berlin . Ein gerningsmaður er handtikin fyri atsóknina, skriva svenskir fjølmiðlar. Hesi tíðindi eru tó ikki váttað enn, skrivar svenska sjónvarpið, SVT, á heimasíðuni beint áðrenn klokkan 16. Ríkisløgreglan fylgir støðuni í Stokkhólmi neyvt, og vit meta so hvørt um tiltøk eru neyðug at seta í verk, sigur løgreglan í einari almennari fráboðan fyri løtu síðani á Twitter . Tað var stutt fyri klokkan tvey okkara tíð, at ein lítil lastbilur við nógvari ferð koyrdi inn í fólk, sum gingu á Drotninggatan í Stokkhólmi, tætt við stóra handilshúsið, hlens, og helt síðani fram inn í sjálvan bygningin. Svøríki er álopið. Alt bendir á, at hetta var ein yvirgangsatsókn. Tað sigur Stefan L fven, svenski forsætisráðharrin, í kjalarvørrinum á atsóknini, sambært svenskum fjølmiðlum. Slakar tvær vikur eftir nógv umrødda dystin ímillum Neistan og VÍF, hevur Aganevndin givið VÍF viðhald í kæruni um spøkilsismálið . Dysturin varð spældur í Høllini á Hálsi 26.mars og endaði 25 25, men eftir dystin varð greitt, at Neistin bert skeyt 24 mál í dystinum sí innslag frá 3 2 um málið her . Aganevndin hjá Hondbóltssambandi Føroya hevur nú gjørt av, at dysturin skal spælast av nýggjum, um úrslitið hevur nakran týdning fyri endaligu stigatalvuna í grundspælinum, og harvið eisini finaluplássini. Tí verður bíðað til eftir seinasta umfar í grundspælinum, sum verður 15. apríl. Er úrslitið tá uttan týdning fyri liðini, verður javnleikurin 25 25 standandi sum endaliga úrslitið av dystinum. Allur úrskurðurin hjá Aganevndini sæst her . Fyri nøkrum vikum síðani, var á fyrsta sinni skipað fyri tiltakinum Jam Session í Tøting. Tiltakið var so mikið hugnaligt og væl egnað, at vit hava avgjørt, at gera hetta tiltak til ein fastan tátt í Tøting. Einstakir tónleikar og bólkar kunna møta upp, har einhvør tónleikari fær høvi at fara á pall at hugna sær við øðrum tónleikarum ella bara at framføra okkurt lag ella verk sjálv ur. Hvør veit, hvat kann spyrjast burturúr eitt tílíkt kvøld, møguliga verða onkur tónleikalig bond knýtt ella møguliga fært tú onkran serligan íblástur. Kom og spæli tónleik, fá íblástur ella bara lurta og hugna tær Grót leggur trummusett, bass og gittarforsterkara og klaver til, so tað er bert at møta upp. Øll eru vælkomin og tiltakið er ókeypis. Arni Zachariassen stendur á odda fyri tiltkainum, og tú ert vælkomin at seta teg í samband við hann, um tú hevur okkurt hugskot ella ynski til kvøldið. Soleiðis stendur í uppslagnum á facebook. Arni Zachariassen var gestur í vikuskiftissendingini fríggjadagin. Hoyr samrøðuna her Edvard Nyholm Debess greiðir frá um tiltakið, umframt at samrøða er við gittarsnillingin Uffe Steen. Bólkurin Shades of Blue, har Uffe Steen er við, spælir eitt lag. Konsertskráin fyri leygardagin 8. apríl er hendan 19.00 Dyrnar lata upp 20.00 Uni Debess Duo 21.00 Bluesette 22.00 Froðbiar Sóknar Blues Orkestur 23.00 Shades of Blue 00.00 Eddie og The Bulldogs Trupult er at siga, hvørjar mest álvarsomu hendingarnar hava verið hesa vikuna. Fyri løtuni síðani hoyrdu vit um ein lastbil, sum koyrdi inn í eina mannamúgvu í Stockholm, í morgum skeyt USA 59 rakettir eftir eini flogstøð í Sýria fyri at hevna eiturgassálop á eina bygd í Sýria, har tað ljóðar at meiri enn 80 fólk doyðu. Og í Sanktapetursborg var ein bumbuspreinging, sum drap millum 10 og 20 fólk. Og spjaldið er jú yvirgangur, hvør so enn hevur framt drápini. Ja, tá kann tað tykist smáligt at rópa hurrá fyri, at vit eru blvin 50.000 fólk í Føroyum og kvinnulandsliðið vann á Luksemburg ella um, hvat vit meina um anordning nummar37 frá 22. januar 2002 om ikrafttræden for Færøerne af lov om ægteskabs indg else og opløsning, sum broytt við anordning nummar228 frá 15. mars 2007. Í minsta lagi trý fólk doyðu og átta vórðu særd, tá ein lastbilur við fullari ferð rendi á einum mannamúgvu í miðbýnum í Stokkhólmi seinnapartin. Løgreglan hevur illgruna um, at talan er um yvirgang, og hevur almannakunngjørt myndir av einum anni, sum tey vilja koma í samband við. Verður uppskotið hjá Poul Michelsen, landsstýrismanni í vinnumálum, samtykt, minkar valið munandi hjá núverandi samtaksstjóranum í Betri, Súna Schwartz Jacobsen, munandi. Vit ætlaðu at spyrja Arna Brattaberg, nevndarformann í Betri, hvat hann heldur um uppskotinum hjá landsstýrismanninum, men Arni Brattaberg vildi ikki gera samrøðu við sjónvarpið í dag. Søvn Landsins halda ikki, at Norðlýsið og Dragin eru verd at varðveita longur, og tí hava tey mist allan stuðul til viðlíkahald og rakstur. Hetta niðurlaðar sjálvbodna arbeiðið, sum er gjørt fyri at varðveita gomlu træskipini fyri eftirtíðina, sigur formaðurin í Grunninum fyri Dragan. Virkandi stjórin á Søvnum Landsins, Rúni Rasmussen, sigur, at nøkur skip hava kært avgerðina, og meðan málini verða viðgjørd, hava Søvn Landsins onga viðmerking. Verður hann ikki gjørdur, fara bilar í túsundatali at koyra gjøgnum Runavík, Saltangará, Glyvrar og Søldarfjørð, sum eingi ørindi hava, enn at koyra frá Eysturoyartunlinum til Norðoyggjar, Fuglafjørð, Leirvík og Gøtu. Føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti vann stórsigur í sínum fyrsta dysti í innleiðandi HM undankappingini, sum er í Føroyum í hesum døgum. Tað byrjaði tann 8. september í 2014, tá sendingin skifti navn frá Reiðrið til RøddinLive . Tað er við sorgblídbni, at vertirnir Beinir Bergsson og Hjørdis Zachariassen nú jarða sendingina. Vit práta við ein gamlan vert, sum hevur verið við til at halda støðið høgt og samstundis gera sendingina ungdómsrelevanta. Tað er Rebekka Manuela Behrens. Hon greiðir frá, hvussu tað var at byrja sum vertur aftur í 2014. Eisini eru nakrir skribentar hjá Røddini bjóðaðir við inn í studio til eina spurnakapping um søguna hjá sendingini. At enda, áðrenn sendingin fyri seinastu ferð verður hoyrd í útvarpinum, práta vit við redaktørin, Birgith Lassen. Hon greiðri frá, hví mann hevur valt at taka sendingina av útvarpsskránni, og hvørjar framtíðarætlanir hon hevur við ungdómsútvarpi. Vit vilja hervið takka fyri okkum Vertirnir Beinir Bergsson og Hjørdis Zachariassen. lt 3 Betri samtakinum dámar als ikki broytingarnar, sum Poul Michelsen, landsstýrismaður, ætlar at fáa gjørt í teirra fyritøkum, við at broyta lógina. Men tann bygnaðurin kann ikki brúkast, fær Poul Michelsen, landsstýrismaður síni uppskot um tvær lógarbroytingar ígjøgnum, sum nú eru sendar til hoyringar. Tí meðan Súni Schwartz Jacobsen í dag er forstjóri bæði í haldfelagnum Betri P F, Betri Banka og Betri Trygging, verður ein avleiðingin av uppskotinum hjá Poul Michelsen, at tríggir ymiskir persónur skula vera forstjórar í haldfelagið, banka og tryggingarfelagið. Vit halda okkum hava ein góðan bygna, sum ger, at vit kunna reka okkara samtak javnbjóðis við okkara kappingarneytar, sigur Arni D. Brattaberg, nevndarformaður í Betri P F. Betri samtakinum dámar als ikki broytingarnar, sum Poul Michelsen, landsstýrismaður, ætlar at fáa gjørt í teirra fyritøkum, við at broyta lógina. Tað eru ikki meira enn tvær vikur síðani, at Betri samtakið kunngjørdi nýggjan leiðslubygnað. Men tann bygnaðurin kann ikki brúkast, fær Poul Michelsen, landsstýrismaður síni uppskot um tvær lógarbroytingar ígjøgnum, sum nú eru sendar til hoyringar. Tí meðan Súni Schwartz Jacobsen í dag er forstjóri bæði í haldfelagnum Betri P F, Betri Banka og Betri Trygging, verður ein avleiðingin av uppskotinum hjá Poul Michelsen, at tríggir ymiskir persónur skula vera forstjórar í haldfelagið, banka og tryggingarfelagið. Vit halda okkum hava ein góðan bygna, sum ger, at vit kunna reka okkara samtak javnbjóðis við okkara kappingarneytar, sigur Arni D. Brattaberg, nevndarformaður í Betri P F. Eina skipan, sum ger at bilførarar skulu sleppa undan at standa í bíðirøð í bæði hálvar og heilar tímar, áðrenn teir sleppa um Skopunarfjørð. Hetta kunnu teir gera við at bíleggja sær pláss umborð á Teistanum umvegis telduna ella telefonina. Men borgarstjórin í Skopun, Gerard Lognberg, sigur, at tey gomlu verða fyri vanbýti, um øll plássini á Teistanum nú skulu bíleggjast við nýmótans kunningartøkni. Bíleggingarskipanin, sum Strandferðslan ætlar at seta í verk á Teistanum, má ikki fevna um allar bilarnar, sum skulu um Skopunarfjørð. Í mesta lagi helmingurin av plássunum skal kunna bíleggjast frammanundan. Landsverk hevur biðið Skopunar Kommunu um loyvi til at avmerkja ein geira á ferjuleguni í Skopun til teir bilar, sum hava bílagt pláss við Teistanum. Men Skopunar kommuna hevur sagt nei. Geirin skal ikki gerast fyrr enn kommunan fær vissu fyri, at bara helvtin av plássunum á Teistanum verða løgd á bíleggingarskipanina. Hinir spurningarnir snúgva seg hesa ferð um tænastustøðið á matstovum í Føroyum, og um hvør skal arva tryggingarpensjónina børnini ella sjeikurin. Higartil er ein persónur handtikin fyri yvirgangsatsóknina í Stokkhólm í gjár, tá ein lastbilur koyrdi gjøgnum eina mannamúgvu og drap fýra fólk. Svenska løgreglan metur seg hava handtikin persónin, sum koyrdi lastbilin. Talan er um ein 39 ára gamla mann við uppruna úr Usbekistan. Í gjar sendu amerikonsk herðnaðarskip 59 sonevndar Tomahawk krússararakettir móti einari sýriskari flogstøð. Orsøkin sambært Donald Trump, forseta, var, at kemisk vápn vóru brúkt móti sivilum í einum álopið í býnum Khan Sheikdoun 4. apríl, tá 86 fólk doyðu. Russland hevur tikið frástøðu frá amerikanska álopinum, sum sambært russum var eitt brot á altjóða lóg, umframt at tað var skaða fyri sambandið millum USA og Russland. Úrslitini av kanningunum vísir, at Klaksvíkar sjúkrahúsið fekk besta dygdar stemplið, og hevur fingið góðkenning uttan viðmerking. Sjúkrahúsini hava nú møguleikan at bøta uppá nøkur viðurskifti komandi seks mánaðirnar til tess at verða akkrediterað , sum góðkenningin eitur. Stjórin á Klaksvíkar sjúkrahúsi, Heri Ellingsgaard, er errin av góða úrslitinum, sum hann heldur, at øll starvsfólkini eiga lut í. Stjórin á Klaksvíkar sjúkarhúsið heldur eisini, at góða úrslitið eisini kemur av, at tey á Klaksvíkar sjúkrahúsið hava lagt seg eftir at spyrja sjúklingar um, hvat tey kunna betur á sjúkrahúsinum. Vit spyrja allar sjúklingar, hvat vit kunna gera betur, og vit lurta eftir teimum og tilpassa okkara arbeiði eftir tí. Tað ætla vit eisini at halda fram við, sigur Heri Ellingsgaard. Fyri einari góðari viku síðan var semja gjørd millum Jørn Astrup Hansen og Betri Banka, sum hevði við sær, at Betri Banki slepti stevningini móti Jørn Astrup Hansen fyri ærumeiðing og bakbit. Í samband við tað semjuna sendi Betri Banki fjølmiðlunum eitt skriv, har Jørn Astrup Hansen var endurgivin fyri at siga, at hann ikki hevði ákært bankan fyri at fremja skattasvik ella tilvitað at geva TAKS skeivar upplýsingar fyri at fáa skáfrádrátt. Tí Jørn Astrup Hansen heldur fast um tað grundleggjandi í sínum atfinningum 1 at Eik Betri ikki hevði rætt til nakran skattafrádrátt, og 2 at TAKS ikki fekk fullfíggjaðar upplýsingar í fyrstu viðgerðini av málinum. Orðingin í tíðindaskrivinum í samband við semjuna millum Astrup og Betri Banka skal einans skiljast soleiðis, at Jørn Astrup Hansen ikki hevur sagt ella skrivað, at talan er um skattasvik ella at bankin tilvitað gav TAKS skeivar upplýsingar. Verður farið til eina kvotaskipan sum tað verður lagt upp til í uppskotinum um fiskivinnunýskipan er neyðugt, at meir pengar verða játtaðir til Fiskiveiðueftirlitið. Verður farið til eina kvotaskipan, verður heilt givið brúk fyri meir einum nógv betri eftirliti á sjónum, tí vit kenna alt til atfinningarnar, sum hava verið um útblaking og annað, tá mann hevur kvotur, sigur Ingolf S. Olsen. Tað var stórur meiriluti fyri uppskotinum at taka gjald fyri at ganga í Mykinesi, sambært Jacob Vestergaard, sýslumanni, sum leiddi grannstevnuna. Tey trý sjúkrahúsini í Føroyum vóru eftirmett í februar, og eftirmetingarstovnurin kannaði 76 viðurskifti ella standardir, sum sjúkrahúsini skulu lúka. Haraftrat metti eftirmetingarstovnurin um eina rúgvu av sonevndum indikatorum, sum skulu lúkast í samband við hvønn standard. Ein grøn viðmerking er, at sjúkrahúsið í stóran mun lýkur kravið ella standardin, ein gul viðmerking er, at sjúkrahúsið í ávísan mun lýkur kravið, og ein reyð viðmerking er, at sjúkrahúsið ikki lýkur eitt ávíst krav, sum verður sett. Landssjúkrahúsið fekk reyðar viðmerkingar í seks krøvum, ella standardum, sum tað eisini verður nevnt, og haraftrat gular viðmerkingar í seks standardum. Tað vil siga, at tað eru seks krøv, sum sjúkrahúsið ikki livur upp til og seks av krøvunum livir sjúkrahúsið upp til í ávísan mun. Til samanbering fekk Suðuroyar sjúkrahús bert eina reyða viðmerking, og tvær gular viðmerkingar, og Klaksvíkar sjúkrahús fekk ongar reyðar og ongar gular viðmerkingar. Í niðurstøðuni frá eftirmetingarstovninum stendur, at Landssjúkrahúsinum í nøkrum førum vantar at lýsa mannagongdir. Í flestu av hesum førum hevur sjúkrahúsið tó eina trygga mannagond á økinum, skrivar eftirmetingarstovnurin. Og í ávísum førum lýkur sjúkrahúsið ikki krøvini, men talan er tó ikki um viðurksifti, sum hava við sær, at heilsan hjá sjúklinginum er í vanda, skrivar eftirmetingarstovnurin. Landssjúkrahúsinum vantar millum annað niðurskrivaðar leiðregglur um, hvussu ein viðgerðarætlan verður endurskoðað, og um hvussu tað verður skjalfest, at ein sjúklingur hevur ovurviðkvæmi. Somuleiðis vantar sjúkrahúsinum politikk innan trý øki Ein politikkur skal gerast fyri fyribyrgjan og heilsufremjandi átøk. Eisini skal ein politikkur gerast um, hvussu sjúkrahúsið skjalfestir, hvørji starvsfólk hava ábyrgdina og kunnleikan at taka sær av serliga vandamiklum uppgávum. Og at enda vantar ein politikkur um, hvussu farið verður fram, tá uppgávur verða útdelegeraðar. Tað vil siga, um fólk ella fakbólkar fáa ábyrgdina av einari heilsuuppgávu, sum ein annar fakbólkur higartil hevur tikið sær av. Landssjúkrahúsið hevur seks mánaðir, at bøta um tey reyðu og gulu viðurskiftini. Tá verður mett av nýggjum, og hevur tá møguleikan at verða akkrediterað. Fyrsta eftirmetingin Higartil hava ongi formlig krøv hava verið til skipaða stýring av trygd og dygd í heilsuverkinum í føroyum, og hetta er tí fyrsta eftirmetingin av føroyska heilsuverkinum. Endamálið við akkrediteringini er sambært Heilsumálaráðnum, javnan at tryggja trygdina og dygdina í øllum heilsuveitingum, umframt at tryggja betri og meira samanhangandi sjúklingagongdir. Den danske Kvalitetsmodel, sum føroysku sjúkrahúsini verða mett eftir, er ein langur listi við krøvum um ymisk viðurskifti. Tað eru krøv um skjalfesting og mannagongdir viðvíkjandi leiðslu, starvsfólkapolitikki, trygdar og váðastýring, tilbúgving, reinføri, heilivági, diagnostikki, útgerð, samskifti, endurmenning og nógvum øðrum. Hesi krøv eru í stóran mun grunda á altjóða krøv til sjúkrahús. Krøvini til tey føroysku sjúkrahúsini eru tó í ein ávísan mun tillagað føroyska lóggávu og viðurskifti, upplýsir Heilsumálaráðið. Stórur dentur verður lagdur á, at sjúkrahúsini hava skjalfestar mannagongdir um hesi viðurskifti, og at starvsfólk vita um mannagongdirnar. Í okkara grannalondum verða sjúkrahúsini og aðrir partar av heilsuverkinum akkrediterað , og í danmark vóru sjúkrahúsini fyri fyrstu ferð eftirmet eftir Den danske kvalitetsmodel í 2010. Tað var eitt seta stórt arbeiði hjá donsku sjúkrahúsunum at fyrireika seg til fyrstu eftirmetingina. Tað var danski eftirmetingarstovnurin IKAS, sum metti um, hvørt føroysku sjúkrahúsini liva upp til krøvini í Den danske kvalitetsmodel. Tað er neyðugt at seta fleiri pengar av til Fiskiveiðueftirlitið, tí krøvini til eftilit fara at økjast nógv, tá kvotuskipanin í fiskivinnunýskipanini skal avloysa fiskidagarnar. Tað heldur Ingolf S. Olsen, tingmaður, sum undir viðgerðini av fíggjarkarmunum fanst at, at játtanin til Fiskiveiðueftirlitið ikki hækkar. Tað eru eingi tóm hús í Runavík, í Saltangará og á Glyvrum, og heldur eingin grundstykki eru tøk. Tað er orsøkin til, at fólkatalið í Runavíkar kommunu vaks við bara seks fólkum frá 1. mars í fjør til 1. mars í ár. Fólkavøksturin kundi verið munandi størri, tí 61 fólk vilja hava grundstykki í býnum. Borgarstjórin heldur, at orsøkin er, at kommunan hevur verið ov illa fyrireika, og ikki megnað at fylgt við á grundstykkjaøkinum í mun til tann tørvin, sum hevur verið. Runavíkar kommunu var við í einari norðurlendskari arkitektakapping í fjør. The Eyes of Runavík fekk triðju virðisløn í kappingini Nordic Built Cities. Verkætlanin fevndi um eitt øki, har tað eru pláss fyri 85 búeindum. Býráðið setti sær tí fyri at finna fígging til at fremja ta glæsiligu verkætlanina, men mátti ásanna, at ætlanin er ov dýr. Tí verður verkætlanin av ongum. Fara undir aðra verkætlan Meðan fólk bíða eftir grundstykkjum, roynir býráðið nú at finna eina aðra loysn. Býráðið hevur heitt á ein arkitekt um at finna eina loysn fyri sama øki. Pláss skal vera fyri 90 búeindum. Býarskipanarnevndin fer nú at viðgera tað skitsuuppskotið. Men Pól Sundkarð, sum gongur nógv í fjøllunum, og sum ráðgevur fólki um at ferðast í fjøllunum, heldur, at tað er ikki rætt, at taka gjald frá føroyingum, sum vilja ganga í føroysku náttúruni. Tað eru fleiri túsund ferðafólk, sum árliga vitja í Mykinesi. Pengarnir skulu sambært Mykinesfólki millum annað brúkast til at gera umstøðurnar hjá ferðafólkum so góðar sum tilber. Men Pól Sundskarð heldur, at tað ber til at brúka aðrar hættir at fáa pengar frá ferðafólkunum. Hann skjýtur upp, at øll ferðafólk rinda eitt gjald, sum verður býtt út til tey økini, har flest ferðafólk eru. Mest avgerandi dysturin í Meistaradeidini hjá monnum hetta kappingarárið var á skránni í Sørvági millum SÍ og ÍF. Áðrenn dystin var greitt, at vinnarin tryggjaði sær pláss í FM finaluni ímóti Fleyr. ÍF nógv betri byrjan Liðini fylgdust upp til tíggju i fyrsta setti, men so vann ÍF seg nakað framum og helt ein mun niður til SÍ. Blokkurin hjá ÍF stóð væl, umframt at álopsspælið var sterkt. SÍ leikararnir tóktust nakað ráðaleysir og sama kann vera sagt um áskoðararnar. ÍF vann settið trygt, 18 25. SÍ vaknar Tað sást beinan vegin í øðrum setti, at tað var eitt annað SÍ lið, sum kom á vøllin. ÍF kom undir trýst og Boban Ilic, leikandi venjari í ÍF kendi seg noyddan at taka time out við støðurnar 5 8 og 9 14, men har var einki at gera, og settið varð tapt 25 15 til SÍ. Serliga vóru beiggjarnir Teitur og Nils Erik Anderson eyðsýndir , sum fleiri ferðir avgjørdu við hørðum smasjum. SÍ vann settið 25 19. Spennandi 4. sett Nú lá alt til SÍ, sum helt á við sterkum spæli. ÍF reisti seg so mikið, at munurin langt út í settið var lítil, men tó við SÍ frammanfyri. Mitt í settinum verður javnleikur, men tá er tað at liðskiparin hjá SÍ, Nils Erik Anderson rættiliga vísir, hvussu góður hann er. Tað er eingin ivi um, at hann er krút sterkur, og tað fekk ÍF at føla nakrar heit avgerandi bóltar, sum gjørdu, at SÍ vann seg framum 18 16 og ÍF tók time out. Tað steðgaði tó ikki SÍ, sum vann seg longur fram til støðuna 22 19 og seinni 24 20. ÍF legði eitt seinasta trýst á, men so sigandi fyri dystin slapp Nils Erik at avgera seinasta bóltin og vann liði sínum pláss í FM finalunum ímóti Fleyr. Finalurnar Bæði kvinnu og mansfinalurnar verða spælar í høllini á Hálsi 13. og 15. apríl 13 04 2017 14.00 Fleyr SÍ m. 13 04.2017 17.00 Dráttur KÍF kv. 15 04 2017 13.00 Dráttur KÍF kv. 15 04 2017 15.30 Fleyr SÍ m. Valstríðið í Fraklandi snýr seg serliga um tvey viðurskifti arbeiðsloysið og franska samleikan. Arbeiðsloysið í Fraklandi er 10 prosent. Millum tey ungu er arbeiðsloysið 25 prosent, og millum muslimskar tilflytarar er arbeiðsloysið 35 prosent. So fólk vita tað, at her er brúk fyri einari nýggjari fíggjarligari kós. sigur stjórnmálafrøðingurin Danjal av Rana. Hann hevur búð í Marseille í tvey ár og hevur serligan áhuga fyri fronskum politikki. Hitt høvuðsevnið er franski samleikin. Fraklandi hevur verið illa merkt av yvirgangi seinastu árini. Álopið á satirublaðið Charlie Hedbo, álopið á spælistaðið Bataclan, og álopið í Nice á franska tjóðardegnum eru millum ræðuligu tilburðirnar hetta valskeiðið. Tað merkist sera væl, og tað ger sjálvandi tað, at Le Pen, sum er tann mest kritiska til tilflytingina, sleppur at seta dagsskránna í einum stóri parti av kjakinum, sigur Dánjal av Rana Vinstraflokkurin í kreppu Sitandi forsetin Francios Hollande bjóðar seg ikki framaftur, tí undirtøkan fyri honum í veljarakanningunum var so lítil. Tí stendur Emmanuel Macron til at vinna forsetavalið, og Macron ger sær dælt av tí, at Vinstraflokkurin, ella vinstasíðan í fronskum politikki, er so veik, sigur Dánjal av Rana. 40 ára gamli Emmanuel Macron var javnaðarmaður, men hann hevur nú stovnað miðflokkin Framá. Macron kom at kalla burtur úr ongum. Tað var hildið við vissu, at valevnið hjá teimum Konservativu, Francios Fillon, fór at vinna valið. Men við eitt fór trúvirðið hjá honum, tí ein avís avdúkaði í januar, at Fillon hevði sett konuna hjá sær í starv sum politiskan ráðgeva fyri ein part av pengunum. Undirtøkan fyri honum minkar støðugt í veljarakanningunum. Og so er tað Len Pen og Front Nationale. Hon skal vinna atkvøður frá bæði vinstravonginum og teimum meira moderatu borgarligu fyri at vinna forsetavalið. Trupulleikin har hjá henni er, at Macron hevur sett seg nokk so tungt á akkurát teir bólkarnar, vísur Dánjal av Rana á Men Le Pen stendur seg væl. Front Nation fær millum annað størstu undirtøkuna millum ungu veljarnar, men ten tað verður ikki roknað við, at hon fer at vinna á Macron. Tað er væl soleiðis, sum tað er alla aðrastaðni í heiminum, at fólk flytur har, sum fólk búgva, sigur Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri. Víkingur greiddi sína skyldu við at vinna 1 0 á heimavølli móti Skála. Sorin Anghel skeyt einasta málið í dystin eftir ein góðan tíma og hann tryggjaði sostatt føroyameistarunum sigurin og oddasessin í deildini. Í Fuglafirði spældu ÍF og HB málleysan javnleik. Liðini áttu hvør sín hálvleik og serliga seinastu løtuna legði HB stórt trýst á ÍF málið. Sundalagsmenn hava vunnið sín fyrsta sigur, og eru samstundis fyrstir at taka stig frá Suðuroyaliðnum. Dysturin við Margáir sá leingi út til at enda við javnleiki, men 10 minuttir fyri leiklok tryggjaði Arnar Dam sundalagsmonnum ársins fyrsta sigur. KÍ fekk øll stigini við sær heim úr Sørvági, har teir vitjaðu 07 Vestur. Dysturin var ikki meira enn byrjaður, tá ið Jóanes Bjartalíð legði gestirnar á odda. Leiðslan hjá gestunum helt sær heilt til dystarlok, eisini hóast 07 Vestur legði stórt trýst á KÍ málið. Í staðin fyri útjavnandi mál til 07 Vestur, staðfesti Páll Klettskarð KÍ sigurin í evstu løtu. Støðan í EFFO deildini, nú øll liðini hava spælt tríggjar dystir 1 Víkingur 7 2 Suðuroyarliðið 6 3 HB 5 4 KÍ 5 5 ÍF 4 6 EB Streymur 4 7 B36 3 8 Skála 2 9 NSÍ 2 10 07 Vestur 0 Landssjúkrahúsið manglar at gera vegleiðingar og politikk um nøkur viðurskifti, men sjúkrahúsið arbeiðir longu við hesum, sigur Naina Túgvustein. Í summum førum hava vit mannagongdirnar, men vit mangla at lýsa tær skrivliga, leggur hon aftrat. Eftirmetingarstovnurin metti um, hvussu sjúkrahúsið leyk krøvini í 76 standardum, og í teimum sonevndu indikatorunum, sum hoyra til hvønn standard. Nógv er at gera í byggivinnuni og hjá tí almenna. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Hagstovuni. 222 fleiri arbeiddu í byggivinnuni í januar í ár enn í fjør og 244 fleiri hjá tí almenna. Men í fiskivinnuni og alivinnuni vóru 13 færri arbeiðspláss í ár. Í januar í ár vóru 25.807 løntakarar í Føroyum, meira enn 2000 fleiri enn fyri trimum árum síðani. Heldur vøksturin fram við somu ferð sum nú, verður 2017 ikki bara árið, tá fólkatalið í Føroyum fór upp um 50.000, men eisini árið við flestu løntakarum, tað vil siga fleiri enn í 2007 og 2008. Í Svøríki undrast fólk á, at maðurin sum er undir illgruna fyri yvirgangsatsóknina í Stokkhólmi fríggjadagin, var útvístur, men var tó kortini framvegis í landinum. Svenski forsætisráðharrin, Stefan Løfven, heldur tað vera ørkymlandi, at myndugleikarnir ikki hava megnað at syrgja fyri, at maðurin fór av landinum, eftir at hann varð blivin útvístur. Tað sigur hann sambært Aftonbladet. Vit noyðast at bøta um okkara evnir at útinna avgerðirnar hjá skipanini, sigur forsætisráðharrin, og leggur aftrat, at hetta er týdningarmikið fyri at fólk kunnu hava álit á skipanini. Tann mistonkti, ein 39 ára gamal maður úr Ubekistan, fekk í fjør noktað uppihaldsloyvi, og svensku innflytingarmyndugleikarnir góvu honum fýra vikur freist at fara av landinum. Fríggjadagin seinnapartin kom hann undan kavi, tá hann stjól ein lastbil og koyrdi beint inn í eina mannamúgvu í Drottninggatan mitt í Stokkhólmi. Fýra fólk lótu lív í atsóknini og 15 eru løstað. Tey deyðu eru tveir sviar, ein breti og ein belgiari. Tí boðar Kappingareftirlitið frá eftir at Fjarhitafelagið hevur viðmerkt kanningina hjá Kappingareftirlitinum, sum hevur yvirskriftina fjarhitin í Tórshavn er ov dýrur. Tað er rætt, sigur Kappingareftirlitið, at um tølini fyri 2016 vórðu brúkt, so vildi fjarhitaloysnin staðið seg betur mótvegis luft til vatn hitapumpum og jarðhita. Men fjarhitin hevði staðið seg verri mótvegis vanligum olju og kondensketlum, tí lágur oljuprísur ávirkar olju og kondensketlar eins nógv og fjarhitan. Miðalprísurin á fjarhita seinastu tíggju árini hevur ligið oman fyri 80 oyru fyri kilowatttíman, so fjarhitin er framvegis dýrasta hitaloysn. Ávegis prísurin í 2017 er 70 oyru fyri kilowatttíman, men kortini eru allar aðrar hitaloysnir uttan hitapumpa bíligari enn fjarhiti. Spurningurin er tí, um fjarhitaprísurin í 2016, sum var eitt ár við óvanliga lágum oljuprísi, er serliga viðkomandi at brúka í hesi samanbering, sigur Kappingareftirlitið. Síðani frágreiðingin varð send Fjarhitafelagnum til viðmerkingar, eru nógvar broytingar gjørdar á heimasíðu felagsins, sigur Kappingareftirlitið, men ikki nóg nógvar. Samanumtikið er niðurstøðan hjá Kappingareftirlitinum, at fjarhitaprísurin í Føroyum eigur at lækka, og at støðan hjá fjarhitabrúkaranum eigur at betrast munandi. Tað er Sólgerð Andreassen, sum er í ferð við at fáa søguna út í bók. Tey fyrstu settu búgv har í 1924 og niðursetufólkini komu ymsa staðni úr landinum. Í sendingini greiðir Sólgerð eisini frá ymiskum upplivingum í sínum barna og ungdómsárum á Oyrarbakka. Pápi hennara, Tummas Anthoniussen, er oyndfirðingur. Hann kom sum ungur til Oyrarbakka at gera okkurt arbeiði sum elektrikari, og her fann hann sær konu og setti búgv. Eina tíð arbeiddi hann í Mjørkadali og ofta koyrdi hann norður við motorsúkklu, og kom um sundið við einum lítlum ferjubáti, sum røkti rutu um sundið. Nógv fólk koyra dagliga framvið Oyrarbakka og vita lítið ella einki um hesa bygdina. Men eitt stað, ið mong steðga á, er við Magnstøðina við Streymin. Bjørg Niclassen og Hansa Hansen, ið standa innafyri skivuna á støðini, siga, at nógv fólk steðga á at keypa brennievni, og summi koma inn at keypa kaffi, so tey ikki sovna meðan tey koyra. Hjúnini Rose Sarr Hjaltalin og Ren Hjaltalin eru millum mongu tilflytararnar á Oyrarbakka. Hon er úr Senegal og hann úr Havn og tey trívast væl á Oyrarbakka. Rose kom til Føroya fyri 10 árum síðani og setti sær fyri at læra seg føroyskt. Tað hevur gingið skjótt. Rose tosar væl føroyskt og hon arbeiðir hjá Samskipum í Hoyvík og kemur nógv saman við fólki. Ren arbeiðir hjá Landsverki á Lambareiði. Hjúnini Birna og Hans Pauli Larsen eru millum eldsálirnar í lokala kappróðrarfelagnum, sum hevur heimstað á Oyrarbakka. 5 mannafarið Hvassi hevur mangan vunnið og tey bæði siga, at kappróðrarfelagið hevur stóran týdning fyri bygdirnar Oyri, Oyrarbakka og Norðskála. Tað hevur drigið út at fingið neyðugu loyvini frá friðingarmyndugleikunum til náttúrulundina við Streymin. Stigtakarin, Edmund Joensen, sigur, at nú er leyst úr botni og fyri fáum døgum síðani varð sáttmálin við tey, ið hava átt jørðina, undirskrivaður. Nú er arbeiðið at gera gøtur byrjað og so verður farið at gróðurseta trø. Edmund sigur, at økið er tilsamans 130.000 fermetrar og 70.000 trø skulu setast niður. Eitt av nøvnunum er tó komið fram í almenninginum. Tað er bretin Crispin Bevington, sum er stjóri í stroymingarfyritøkuni, Spotify. Bæði familja og arbeiðspláss vátta, at Crispin, vanliga nevndur Cris, var eitt av teimum fýra offrunum. Hann búði í Stokkhólmi við konu og tveimum børnum. 11 ára gamla gentan hevði tosað í telefon við mammu sína fáar minuttir áðrenn atsóknina, og tær báðar høvdu avtalað at hittast í undirgrundarbreytini. Belgiska offrið var ein 31 ára gomul kvinna, sum var á vitjan í Stokkhólmi. Ein 39 ára gamal maður úr Usbekistan er handtikin undir illgruna fyri atsóknina. Tungutala verður brúkt innan ymiskar samkomur í Føroyum, millum annað City Church, har Dánial á Dul Jacobsen er virkin. Hann greiðir frá tungutalu, hvat endamálið er, og hví summar samkomur tala í tungum. Felagsskapurin, Danske Fragtmænd, sum umboðar 2.000 flutningsbilar, hevur í dag sent øllum limunum skriv við boðum um at steingja stýrhúsið í lastbilunum, hvørja ferð teir koyra vøru í og úr bilinum. Eisini hóast hetta kostar bæði tíð og eyka brennievni. Vit óttast fyri, at tað sum hendi í Stokkhólmi, eisini kann henda í Danmark. Um ein ørvitisknokkur fær eitt gott hugskot eftir at hava sæð, hvat man kundi í bæði Svøríki og Týsklandi, so er ein veruligur vandi, sigur Jørn Skov, stjóri hjá Danske Fragtmænd í rhus. Líknandi yvirgangsatsóknir, har yvirgangsfólkini hava brúkt ein lastbil at renna á fólk, hava eisini verið í Nice, Berlin, London og nú eisini í Stokkhólm. Fregnartænastan hjá danska politinum, PET, fer eisini at taka málið við trygdini upp á fundi við Danske Vognmænd, felagið hjá flutningsvinnuni, seinni í apríl. Í sendingini hesa ferð hoyra vit tónleik eftir Dvorak, úr sellosvítum hjá Bach, og Fyrstu Kvartettina Beethoven skrivaði. Lagt til rættis Angelika Nielsen. Toska og hýsustovnarnir eru minni enn teir hava verið í eina øld. Orsøkirnar kunnu vera nógvar, men tað eru summi, sum geva fiskidagaskipanini skuldina. Bæði Sambandsflokkurin og samgongan ætla tí at skifta 20 ára gomlu fiskidagaskipanina út við eina kvotaskipan. Men, vit hava roynt eina kvotaskipan fyrr, og hana var vinnan sera ónøgd við. Er tað so rætt at skifta dagar út við kvotur Og hvat er ein fiskikvota Hvat er ein fiskidagur Einaferð slapp føroyski heimaflotin at fiska, sum honum lysti. Men so kom ein álvarslig búskaparkreppa fyrst í 90 unum. Síðani komu harraboð úr Danmark skil skuldi fáast á fiskivinnupolitikkin avmarkingar skuldu leggjast á fiskiskapin. Vanligasti mátin at avmarka fiskiskap aðrastaðni í heiminum var og er enn í dag at leggja evstamark á tonsini, sum vórðu avreidd. Antin við at geva hvørjum skipi eina kvotu at fiska, ella við at geva flotanum felagskvotu fyri eitt ávíst fiskaslag. Føroysku skipini fingu kvotur frá 1994, men innan eitt ár var vinnan so ónøgd, at hon setti krav um, at kvotaskipanin skuldi avtakast. Ein skipanarnevnd mælti í februar 1996 til, at Føroyar skuldi hava eina dagaskipan, sum ongantíð var roynd fyrr. Dagaskipanin var sostatt ein rein føroysk uppfinning. Men hvat var tað so, sum var so grundleggjandi galið við kvotaskipanini, og sum gjørdi, at vinnan ikki vildi virka undir henni meir Og hví er tað, at vinnan enn í dag heldur vil virka undir eini fiskidagaskipan Undir eini kvotaskipan hevur eitt skip loyvi at fiska so og so nógv tons av einum ávísum fiskaslagi. Hetta elvir til avbjóðingar, tí tað er ikki altíð, at fiskaslagið, sum kemur undan vatnskorpuni, er júst tað, sum ein royndi eftir. Hjáveiða er ein partur av gerandisdegnum hjá fiskivinnuni, og tí kann tað tykjast stirvið at virka við kvotum, sum eru býttar sundur í fiskasløg, tá ið fiskiskapurin so ofta er blandaður. Um eitt skip til dømis roynir eftir toski, og aðrar kvotur eru brúktar upp, so kann tað hava við sær, at skipið verður revsað fyri at fiska skeivt fiskaslag, hóast skipið ikki royndi at fiska ólógliga. Í øðrum lag kann tað elva til, at manningin blakar ólógliga fiskin út aftur fyri at sleppa undan revsing, ella blakar óynsktan fisk út aftur fyri at fáa betri prís fyri veiðuna. Fiskidagaskipanin hevur ikki hesar avbjóðingar. Eitt skip hevur so og so nógvar fiskidagar um árið, og eingin avmarking er á loyvda fiskiskapin hvønn fiskidag. Tí er ein fiskidagaskipan uttan iva meira liðilig. Fyri at siga tað, sum tað er, so er fiskidagaskipanin minni roksut hjá vinnuni at virka undir og minni roksut hjá fiskiveiðimyndugleikanum at hava eftirlit við. Men, hvussu ber tað so til, at fiskiskapurin hevur verið so vánaligur síðan fiskidagaskipanin kom í gildi. Tað er ilt at siga, um fiskidagaskipanin einsamøll er atvoldin til vánaliga fiskiskapin, tí náttúruviðurskiftini í Føroyskum sjóøki hava, sambært Havstovuni verið serstøk seinastu árini. Hinvegin er tað hugstoytt, at grannalondini, sum øll brúka kvotur, hava havt framgongd í sínum botnfiskastovnum, meðan føroysku stovnarnir hava havt afturgongd undir fiskidagaskipanini. Eitt annað, sum talar fyri kvotum, er at føroyski uppisjóvarfiskiskapurin og botnfiskiskapur í útlendskum sjógvi roynist væl, og at hesin fiskiskapur er avmarkaður við kvotum. Tað kann eisini vera, at fiskidagaskipanin var skeivt skrúva saman frá byrjan, sum bæði Havstovan og fiskivinnunýskipanarnevndin hava víst á. Undirtøka var fyri dagaskipanini í síni tíð, tí stórur vøkstur hevði verið í toskastovninum miðskeiðis í 90 unum. Stovnurin var sera væl fyri, tá ið skipanin kom í gildi 1. januar 1997. Skipanarnevndin mælti til, at samlaða talið av fiskidøgum skuldi vera á leið 14.000 fyri útróðrarflotan, men eftir politiskar tingingar og ótta fyri at gera inntriv í fiskivinnuna hækkaði Løgtingið fiskidagatalið til 22.000. Sambært nýskipanarnevndini var skipanin tí skeivt stillað frá byrjan. Og politiski óvanin at ignorera lívfrøðilig tilmæli fyri ikki at gera seg inn á áhugamálini í vinnuni helt fram. Sambært Fiskirannsóknarstovuni og altjóða havgranskingarstovninum ICES var veiðutrýstið alt ov stórt fyrstu árini eftir, at dagaskipanin kom í gildi. Hóast dagatalið minkaði við eini helvt fyrstu tíggju árini fiskidagaskipanin var í gildi, hevur trýstið á fiskastovnarnar, sambært fiskifrøðingum og øðrum eygleiðarum kortini verið ov høgt. Eisini sigur nýskipanarnevndin, at avmarkingarnar í fiskidøgum støðugt átti at lagt upp fyri, at produktiviteturin í vinnuni veksur. Men fiskidagastýringin hevur ikki tikið hædd fyri tøkniligu menningini. Ávaringin ljóðaði, at hetta kundi fáa varandi avleiðingar fyri botnfiskastovnarnar í Føroyum. Og sum heild hevur stovnsrøktin av botnfiski, serliga toski og hýsu, undir fiskidagaskipanini ikki eydnast væl. Sambært havstovuni er tað ikki líka lætt at stýra veiðutrýstinum við døgum. Eitt er, at vekt fyrst skal umsetast til tíð tað vil siga, at tey tonsini, sum mett verður, at stovnurin tolir at minka við, skulu umsetast til fiskidagar. Eitt annað er, at Havstovan síðan 2004 hevur mælt til stóran niðurskurð í døgunum, men at Løgtingið ongantíð hevur fylgt tilmælunum. Men samstundis viðurkennir Havstovan, at vera tilmælini um niðurskurð fylgd, so er tað møguligt, at fiskidagaskipanin kann virka í framtíðini. Nýskipanarnevndin er meira avgjørd. Hon mælir greitt til, at fiskidagaskipanin verður sett úr gildi, og at kvotur vera høvuðsamboðið í øllum fiskiskapi. Meirilutin í nevndini metir ikki, at fiskidagaskipanin hevur megnað at tryggja góða stovnsrøkt og stuðla undir lívfrøðiliga burðardyggan fiskiskap. Harafturat heldur meirilutin í nevndini, at ein fiskidagaskipan er ov stirvin til at birta undir tillagingar og effektiviseringar í flotanum og harvið ein búskaparliga burðardyggan fiskiskap. Sambandsflokkurin og samgongan hava í sínum uppskotum lagt upp til, at kvotur skulu fáa botnfiskastovnarnar aftur á beint. Samgongan vísir á, at fiskidagaskipanin hevur roynst illa í heili 20 ár, hóast samlaðu dagarnir eru minkaðir niður í minni enn eina helvt av upprunaligu døgunum. Fólkaflokkurin heldur hinvegin, at fiskidagaskipanin kann rigga, um hon verður brúkt rætt. Flokkurin vísir millum annað á avbjóðingarnar við blandingsfiskiskapi, sum kvotaskipanin kann elva til. Stutta niðurstøðan er, at fiskidagaskipanin er meira fleksibul hjá vinnuni at arbeiða undir og minni kostnaðarmikil hjá myndugleikunum at hava eftirlit við. Hinvegin ber illa til at stýra, hvussu stórar nøgdir av fiski vera tiknar úr stovnunum. Kvotaskipanin er bæði stirvin og kostnaðarmikil, men royndir aðrastaðni benda á, at tað við kvotum ber betur til at neyvstýra, hvussu nógv verður fiskað. Vóru lívfrøðiligu tilráðingarnar um fiskidagar fylgdar, kann tað tó vera, at søgan var ein heilt onnur. Hvussu fiskiskapurin skal avmarkast er ein grundleggjandi partur av fiskivinnustýringini, og tí er líkt til, at hetta fer at fylla nógv í Løgtingsviðgerðini, sum fer í gongd eftir páskir. Kringvarpið stroymir allar finalurnar beinleiðis. 13 04 2017 14.00 Fleyr SÍ 13 04 2017 17.00 Dráttur KÍF 15 04 2017 13.00 Dráttur KÍF 15 04 2017 15.30 Fleyr SÍ Símun Hammer, stjóri á Virkisráðgeving, greinar úrslitið av nýggjari kanning við heitinum, Góðska á feskum fiski frá føroyskum skipum, ið verður kunngjørd í dag. Eisini verður prátað um marknaðarviðurskifti við Róa Egholm, søluleiðara hjá fiskaútflutningsfyritøkuni, Delta Seafood, sum í løtuni er staddur í Spanien. Gutti Winther greiðir nærri frá nøkrum av teimum mongu upplivingunum og ymisku viðurskiftunum, ið nortið varð við í triðja og seinasta parti av sendirøðini Fisk og skips, ið varð um útflutning av makreli til Russland. Pól Huus Sólstein stjóri á fiskasøluni North Pelagic, ið millum annað útflytir makrel til Russiska marknaðin, greiðir frá avbjóðingum og viðurskiftum á útlendsku fiskamarknaðunum. Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, sigur, at fleiri dømi eru um, at byggiverkætlanir, sum eru gjørdar saman við Bústøðum, røkka ikki á mál. Andras Róin, stjóri í Bústøðum, sigur, at hann skilir atfinningarnar. Bústaðir fáa nógv uppskot um byggiverkætlanir, men ikki allar kunnu fremjast. Runavíkar kommuna hevu selpt verkætlanini um at byggja uppskotið, sum vann arkitektakappingina í fjør, tí kommunan fær ongan at byggja íbúðirnar. Runavíkar kommuna fer í næstum at selja 13 grundstykki í Saltangará, og hevur eisini ætlanir um at byggibúgva 10 12 grundstykki í Rituvík. Turbolensurin í Vágum kann ikki brúkast sum argument fyri at byggja flogvøll á Glyvursnesi, sigur Hansen Hansen, flogskipari, tí turbolensur er eisini har. Eftir Dag og Viku í annaðkvøld verður kjak millum Anniku Olsen, borgarstjóra í Havn, og Jørgen Niclasen, løgtingsmann í Sørvági, um ætlanina at byggja flogvøll á Glyvursnesi. Landsstýrið hevur sett sær fyri at seta harðari reglur fyri, hvussu stórar fyritøkurnar í Føroyum kunnu vera. Í fyrstu atløgu innan fiskivinnuna. Landsstýrismaðurin Høgni Hoydal hevur skotið upp, at feløg og persónar ikki kunnu eiga meira enn 12 prosent av samlaðu veiðirættindunum í føroyskum, altjóða og fremmandum sjógvi. Verður valdið savnað á fáum hondum, kann politiska skipanin verða ávirkað til at taka avgerðir, sum ikki eru til gagns fyri samfelagið sum heild, heldur hann. Fyritøkurnar hava stóra ávirkan á, hvat ið ávísir politikarar gera til sjeyndu síðst, tá teir trýsta á knapparnar í tinginum, segði tingformaðurin í Radaranum tann 3. februar í fjør. Tað eru bara í Havn, at tað ber til at mann leysu størvini. Øðrvísi er uttan fyri Havnina. Har verða fleiri størv mannað við skiftandi ofta útlendskum avloysarum. Stóri tørvurin merkist eisini hjá teimum kommunulæknunum, sum eru í føstum størvi. Teir hava ov nógv at gera, teir arbeiða einsamallir og hava mest sum bara stundir at taka sær av tí mest akutta. Men nógv tey flestu, sum eru komin afturat hjá tí almenna, hava kommunurnar sett eftir at tær tóku við eldraøkinum og heimarøktini, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna. Leivur Frederiksen, ítróttarredaktørur í KVF, vitjar í sjónvarpsstovuni og vit hyggja nærri at farna, og komandi umfarinum í Effo deildini. Vit hoyra fyrra part av bókini Appolonia, sum kom út í 2007. Edvard Fuglø hevur skrivað og myndprýtt bókina. Vár Berghamar Jacobsen lesur og Høgni Fagraberg ger ljóðmyndina. Vit hoyra seinna part av bókini Apollonia, sum kom út í 2007. Edward Fuglø hevur skrivað og myndprýtt bókina. Vár Berghamar Jacobsen lesur og Høgni Fagraberg ger ljóðmyndina. Vit hoyra fyrra part av bókini Janus er ein stjørna, sum kom út í 2009. Edward Fuglø hevur skrivað og myndprýtt bókina. Páll Danielsen lesur og Høgni Fagraberg ger ljóðmyndina. Vit hoyra seinna part av bókini Janus er ein stjørna, sum kom út í 2009. Edward Fuglø hevur skrivað og myndprýtt bókina. Páll Danielsen lesur og Høgni Fagraberg ger ljóðmyndina. Og nú fýra mánaðir seinni er kirkjan enn ikki umvæld. Tað gongur illa at fáa neyðugu loyvini, tí kirkjan er í serstøðu sum gomul kirkja. Spenningurin var høgur, tá dysturin byrjaði, og mong vóru tey, ið vóru komin at hyggja at dystinum. Tað gekk ikki leingi, áðrenn tað fyrsta málið kom, og tað var til Turkaland. Men føroysku kvinnurnar herjaðu á, og so varð støðan 1 1. Tá smáir 20 minuttir vóru eftir, kom seinasta og avgerandi málið. Støðan var nú 2 1 til Føroyar, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið. Annika Olsen hevur lovað okkum eina trý rættaða menu, og tað hopi eg, at vit fáa. Hon hevur bara at halda ta avtaluna, sigur Anna. Hetta er fyri at tað kann verða kannað, um fuglurin er deyður ella smittaður av fuglakrími, sum í vetur hevur herjað í Evropa og Asia. Síðani oktober hevur fuglakrím tikið seg upp 925 ferðir í Evropa. 7 milliónir fuglar eru avlívaðir. Tað er 10 ferðir so nógv sum í 2006, tá fuglakrím seinast tók seg upp í Evropa. Í londunum rundanum okkum hevur verið krav um, at allur flogfenaður skal verða inni ella undir taki. Nú kemur flytifuglurin til Føroya aftur. Heilsufrøðiliga Starvsstovan metir, at vandin fyri at sjúkan kemur til Føroya er lágur. Men kortini eiga tey, sum eiga tamfugl, at ansa eftir. Starvsstovan krevur ikki, at tamfuglar skulu undir tak, men sigur, at um tamfuglur verður fóðraður innandura ella undir taki, minkar hetta um smittuvandan, tí minni villfuglur verður drigin at økinum. Eisini eiga fólk at reinsa skógvar og stivlar bæði áðrenn og aftaná, tey hava verið í høsnarhúsum og inngirðingum. Og so skulu fólk altso boða Starvsstovuni frá, um tey finna deyðan ella sjúkan fugl. Hetta er galdandi sum tey koma fram á nakrar einar 4 5 sjúkar ella deyðar fuglar í einum avmarkaðum øki. Ella um tey finna deyðan rovfugl nærhendis økjum, har nógvur dunnufuglur heldur til. Tó skulu fólk ikki boða frá, um fuglurin er deyður av raki ella skaða og um hann er uppetin ella rotin. Og so heitir starvsstovan á fólk um ikki at nerta við deyðan fugl. Fuglakrím kann smitta øll sløg av fugli, so sum hønur, dunnur og gæs. Sjúkan kann smitta frá villum fugli til tamfugl antin beinleiðis frá fugli til fugl, ella óbeinleiðis umvegis umhvørvi. Virusið kann yvirliva í umhvørvinum í í minsta lagi 50 dagar. Vandin fyri at sjúkan smittar fólk er sera lágur, sigur Starvsstovan. Í Mykinesi hava tey samtykt at taka pengar frá fólki fyri at fara út um bøgarðarnar. Tá fer tað at kosta 100 krónur at fara í hagan. Um góðar tríggjar vikur tann 5. mai fer Vinnumálaráðið at kunngera landsins ferðavinnupolitikk, sum hevur verið í gerð í eitt gott ár. Filmsfelagið SIGVA media hevur framleitt ein dokumentarfilm um íbúgvar í Vestmannaoyggjum í Íslandi og Gøtu í Føroyum, sum vitjaðu hvønn annan fyri at styrkja vinalagið ímillum kommunurnar. Um 100 fólk úr Vestmannaoyggjum fóru til Føroyar í april 2012, og tey fingu sínar føroysku vinir á vitjan í september 2012. Umleið 1200 fólk í Gøtu og Leirvík lótu upp heim síni fyri 100 íslendskum gestum. Íslendingarnir vístu føroysku gestunum sama gestablídni. Vinarlagið millum bygdirnar kommunurnar hevur eina langa søgu og í filminum síggja vit, hvussu fólk, sum í flestu førum ikki kendust áðrenn, knýttu sterk bond til sínar norðurlendsku vinir hesar fáu dagar. Hvat hava íbúgvarnir á hesum fiskivinnuplássum í felag Hvussu gongur at samskifta á íslendskum og føroyskum Vit hoyra eisini frá teimum, sum skipaðu fyri túrunum báðum. Tað skrivar tí ndastovan, Ritzau. Løgreglan heldur, at talan var um álvarsom spreingievni , og ákærumyndugleikin hevur greitt frá, at eitt bræv, sum varð funnið nærhendis gerningsstaðið, nú verður kannað nærri. Tað var beint eftir klokkan sjey í gjárkvøldið, at tríggjar spreingingar vórðu nærhendis, har leikarabussurin hjá týska fótbóltsliðnum koyrdi. Bussurin var á veg móti móti leikvøllinum at spæla Champions League dyst móti AS Monaco. Fleiri rútar í bussinum brustu. Ein leikari, spanski Marc Batra, varð løstaður í hondina av glassplintrinum og noyddist á sjúkrahús at leggjast undir skurð. Dysturin er fyribils útsettur til í kvøld. Sagt verður, at ortodoksa kirkjan er móðurkirkjan. Tað var Jesu deyði og uppreisn, sum setti á stovn kirkjulið og gjørdi,jesus r at kristindómurin spjaddist runt heimin. Kirkja og statur vórðu eitt og kirkjan blómaði. Men lílta orðið filoque gjørdi skilnaðin, so vit fingu eina eystur og eina vestur kirkju, Róm og Konstantinopel. Vøkru ikonarnir hava sera stóran leiklut í ortodoksu kirkjuni og er tað ikki ein og hvør, sum kann mála hesar vøkru, gyltu myndir, tí øll ikonografiin snýr seg sum samleika hjá kirkjuni og fólkinum. Vørur og tænastur eru 1,2 prosent dýrari at keypa í dag enn fyri einum ári síðan. Tað eru serliga prísirnir á brennievni, sum eru hækkaðir. Tað skrivar Hagstova Føroya á heimsíðuni. Brúkaraprísirnir vóru fyrsta ársfjórðing í ár 1,2 prosent hægri enn sama tíðarskeið í fjør. Prísurin á brennievni til húsarhald hækkaði mest, nevniliga 23,4 prosent. Og brennievni til akfør hækkaði 17,7 prosent. Prísurin á streymi lækkaði harafturímóti 3,1 prosent. Tá hevur politistøðin kostað danska statinum hundrað milliónir krónur. Arbeiðið at umbyggja og útbyggja skal bjóðast út í øllum ES londum, tí staturin stendur fyri arbeiðinum. Men føroysk byggivirki sleppa eisini at bjóða. John Kølbæk, fúti, sigur við útvarpið, at alt hetta árið fer til at gera verkætlanina og bjóða hana út. Arbeiðið at bróta niður verður gjørt næsta vár, og so byrjar umbyggingin seint á vári ella tíðliga um summarið. Millum annað skal ein hædd byggjast omaná Avtalan við Tórshavnar býráð um keypið varð tó gjørd ein av fyrstu døgunum í árinum, men tað tók drúgva tíð at fáa pengarnar frá donsku fíggjarnevndini. Solveig Hanusardóttir Olsen, listfrøðingur og kandidatur í religiónssøgu, Oddfríður M. Rasmussen, lærari og rithøvundur, og Poul Guttesen, ph.d. í teologi eru í útvarpsstovuni, har tey reflektera um fleiri evni, sum hava fingið eld í skálan síðstu vikuna. Er tað í lagi, at mykinesfólk nú taka pengar fyri túsundtals turistarnar, sum hvørt ár vitja. Hava vit øll rætt at ganga, sum vilja í náttúruni undir ábyrgd sjálvandi. Og kunnu vit nú vænta, at hetta fer at breiða seg til alt landið. Tað gekk alt annað enn friðarliga fyri seg í løgtinginum, tá ið slóðast skuldi fyri, at samkynd kunnu giftast borgarliga. Bíblian varð havd á lofti, men løgmaður minti staðiliga á, at løgtingið skal tryggja øllum somu borgarligu rættindi, meðan kirkjan skal taka sær av tí andaliga. Vit spyrja, um skilnaður er millum politikk og átrúnað í Føroyum. Eru vit eitt sekulariserað samfelag, og er tíðin komin at skilja kirkjuna frá landinum. Ásetingin, uppá 100 krónur, fyri at fara út um bøgarðarnar í Mykinesi, er bara fyrsta stigið. Tað kann gerast nógv dýrari, sigur Finn Danberg, sum er ein av uppskotsstillarunum handan uppskotið, sum mykinesfólk tóku støðu til í vikuskiftinum. Bill Justinussen sipar serliga til niðurstøðuna, sum grannnastevnan úti í Mykinesi kom fram til, tá ið avgjørt var, at øll tey, sum fara út um bøgarðarnar í Mykinesi, skulu leggja eitt gjald eftir sær. Tó er talið trýfaldað seinastu fimm árini, og líkt er til, at ferðafólkatalið setir met aftur í ár, siga tey, sum reka mikinesarleiðina. Íslendingar fáa nú ein nýggjan politiskan flokk, sosialistaflokkurin. Tað er redaktørurin á blaðnum, Fr ttatíminn, Gunnar Smári Egilsson, ið hevur stovnað flokkin. Nýggi flokkurin er longu í gongd við at fáa fólk at tekna seg sum lim, og sambært heimasíðuni hjá flokkinum, er aðalmálið hjá flokkinum Frælst samfelag, javnstøða, rættvísi og samhugi. Á facebookvanganum hjá nýstovnaða flokkinum skrivaði Gunnar Smári fyrradagin, at flokkurin fer av álvara til verka 1. mai, sum er altjóða arbeiðaradagur. Íslendska kringvarpið skrivar, at tað er ikki greitt, um flokkurin stillar upp til kommunuvalið, ella um flokkurin bíðar til altingsvalið, sum verður um trý ár. Sosilistaflokkurin vil gerast pallurin hjá arbeiðarafjøldini, og hjá øllum í Íslandi, sum liva í fátækradømi, ikki kenna seg hoyrd ella eru hjálparleys. Mótparturin hjá íslendska sosialistaflokkinum eru ríka mannfólkaveldið, og tey, sum gera eftir boðunum hjá mannfólkaveldinum, sigur Gunnar Smári Egilsson. Umframt at verða kendur redaktørur á blaðnum, hevur Gunnar Smári eisini verið í politiskum stríði áður, tá hann almannakunngjørdi hugskotið fyri trimum árum síðani um, at Ísland skuldi strika sítt fullveldi og í staðin fara undir norskt vald. Forsprákarar fyri at selja veiðirættindi á uppboðssølu siga, at ein marknaðargrundað skipan í longdini hevði gjørt vinnuna meira gjøgnumskygda, effektiva og at landið hevði fingið rættan prís fyri tilfeingið, sum fólkið sambært lóg eigur. Men hóast uppboðssølan tykist skilagóð á pappírinum, so er ein full og frí uppboðssøla Terra Incognita eitt ókent øki í fiskivinnuhøpi. Mótstøðufólk siga, at frí uppboðssøla hevði elvt til ótryggleika í vinnuni, verri fíggingarsømdir frá peningastovnum, og at hon hevði gjørt seg inn á tey, sum hava ein søguligan rætt at fiska. Hóast uppboðssølur í almennari fatan ofta verða settar í samband við list og antikkvørur, so er tað minst líka vanligt at selja minni spennandi vørur handilsvørur, ráevni, bústaðir, brúktar vørur og mangt annað á uppboði. Og hetta ber eisini til, hóast fólk ikki eru í sama rúmi. Tak til dømis Facebook bólkin Rótikassin 24 7, har fleiri enn 30.000 føroyingar dagliga selja vørur til hægstbjóðandi á netinum. Hugskotið um at selja fiskirættindi á uppboðssølu sá dagsins ljós í várfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum í ár 2000. Búskaparráðið setti spurning við, um tað er rímiligt, at veiðirættindi, ið landið hevur latið reiðaríum ókeypis, verða seld víðari til onnur reiðarí við stórum vinningi. Tann umsetiligheit, sum ger tað møguligt hjá reiðaríum at selja veiðirættindi millum sín, átti, við øðrum orðum, at komið upprunaliga eigaranum av tilfeinginum Føroya fólki til góðar. Men hvør prísur er so tann rímiligi hjá Føroya fólki at krevja fyri tilfeingið Rætti prísurin, segði búskaparráðið, kundi finnast við eini uppboðssølu, tí tá er tað marknaðurin sjálvur, sum ger av, hvat hann hevur hug at gjalda. Ásetir landið ein prís, kann tað vera, at hann er órímiliga høgur, og at vinnan tí einki fær burturúr, ella at prísurin er so lágur, at eigarin, Føroya fólk, fær ov lítið burturúr. Virðið, sum veiðirættindi hava á eini uppboðssølu, endurspegla tað virði, sum fiskurin hevur hjá einum reiðaríi, men er heldur ikki so høgt, at tað skalar lønsemi í vinnuni. Tvørturímóti kann uppboðssølan betra um lønsemið, vildi búskaparráðið vera við. Kappingin við aðrar aktørar á einum fríum marknaði, har øll hava atgongd, hevði havt við sær størri trýst at vera effektivur. Í eini kappingarstøðu kann eingin hvíla á lavrberjabløðunum. Í longdini høvdu úrslita LÍTIL reiðarí verið soldað frá, tey úrslita GÓÐU høvdu verið eftir, og lønsemið í vinnuni hevði soleiðis blivið betri. Sambært heitastu forsprákarunum fyri uppboðssølu hevði fría atgongdin til vinnuna havt við sær, at førleikin var størsta avbjóðingin fyri at sleppa fram at tilfeinginum. Undir verandi skipan er tað fyrisitingarliga metingin í fiskimálaráðnum, sum fyrst og fremst er ein kleppur fyri nýggjar aktørar. Ein fríari atgongd hevði eisini verið ein forðing fyri, at veiðirættindini verða savnað á færri hondum, og harvið, at vinnan fær politiskt vald. Her hevði tó uttan iva verið neyðugt við sonevndum antitrust avmarkingum ella hámarki fyri, hvussu nógv rættindi eitt einstakt reiðarí hevur loyvi at hava. Men ein uppboðssøla er ikki uttan ivamál. Fría kappingin, sum uppboðssølan á pappírinum skal veita, kann ávirkast av fleiri viðurskiftum Ov strangar antitrust avmarkingar kunnu gera, at kappingin verður skerd, tí ávís reiðarí longu eru so stór, at tey ikki fáa loyvi at bjóða. Í hesum førinum kann talan vera um nøkur av teimum reiðaríum, sum eru mest effektiv, og tað kann ávirka yvirskipaða lønsemið í vinnuni. Tí ber illa til at tosa um uppboðssølu uttan eisini at tosa um, hvussu nógva miðsavnan av veiðirættindum, politiska skipanin kann liva við. Ov veik regulering kann hinvegin hava við sær, at sterkastu reiðararnir eru so sterkir, at teir kunnu yvirbjóða teir smáu, sum royna at koma inn í vinnuna. Møguleikarnir fyri at fáa fígging til skip kunnu eisini avmarka kappingina. Tað ber tó til at leggja upp fyri hesum við at lata reiðarar við leigaðum skipum fáa atgongd til uppboðssøluna. Eisini er neyðugt at gera av, hvussu leingi rættindini skulu vara, sum verða bjóðað út. Veiðirættindi, sum eru galdandi nógv ár, elva til tryggari karmar hjá vinnuni, og harvið størri íløguvirksemi. Hinvegin kunnu styttri veiðirættindi skapa ein meira dynamiskan marknað og betri atgongd hjá nýggjum reiðaríum. Spurningur verður eisini settur við støðufesti í eini møguligari uppboðssøluskipan, um vinnan ikki tekur undir við skipanini. Í tí føri ber tó til at spyrja, um vinnan ikki hevur fingið so nógv vald, at hon gíslatekur politisku skipanina. Í ringasta føri kann ein uppboðssøla elva til avtalað spæl, har reiðarar leggja saman ráð fyri at trýsta prísin niður. Hetta er ein vandi í øllum vinnum, og kann steðgast við skilvísari regulering. Ein loynilig uppboðssøla, har bjóðarar bara bjóða einaferð, og har øll boðini verða almannakunngjørd í senn, kann forða fyri tílíkari samansvørjing. Og til seinast kunnu vit nevna søguligu ella kensluligu grundgevingina ímóti uppboðssølu Hendan er, at tey, sum hava stríðst og strevast í vinnuni í bæði góðum og ringum tíðum í nógv ár, hava ein søguligan rætt til tilfeingið, og at ein frí atgongd til fiskivinnuna við uppboðssølu tí er ein háðan móti harða arbeiðnum, sum hesi fyrr hava gjørt. Mótstøðufólk hava ofta nevnt, at umfatandi uppboðssøla hevði verið ein stór broyting fyri vinnuna. Sambært nýskipanarnevndini er einki annað land í heiminum, sum lutar øll síni rættindi út gjøgnum uppboðssølu og tí er torført at meta um avleiðingarnar av eini umfatandi umlegging. Royndirnar av at selja fiskirættindi á uppboði eru avmarkaðar. Í Føroyum var hetta roynt á sumri í 2011. Tá var uppboðssølan væleydnað frá einum búskaparligum sjónarhorni, hóast stór misnøgd var við onnur viðurskifti. Í 2016 var eisini ein royndaruppboðssøla. Kappingin var avmarkað, og tí er spurningurin, um hendan kann brúkast sum fordømi fyri eina meira umfatandi uppboðssølu. Royndir hava eisini verið við uppboðssølu í Kili, Estlandi og Russlandi, men her hevur eisini verið talan um avmarkaðar uppboðssølur í stutta tíð. Ofta eru eisini fleiri broytingar gjørdar samstundis sum uppboðssølan varð sett í gildi, og tí er ikki vist, hvørja ávirkan sjálv uppboðssølan hevur havt á vinnuna. Harumframt hevur politiska umhvørvið verið óstøðugt í hesum londunum, og hetta kann eisini geva eina kámari mynd av uppboðssøluavleiðingum. Í onkrum føri hevur reguleringin als ikki verið nøktandi, sum eisini ger tað torført at eftirmeta. Tær eygleiðingar, sum kunnu gerast av fyrrverandi royndum, bæði í Føroyum og aðrastaðni, skulu sostatt gerast við fyrivarni. Tað eru nógvar haldgóðar búskaparligar grundgevingar fyri einari uppboðssølu. Marknaðartreytirnar sum uppboðssølur yvirhøvur virka undir, kunnu bera so í bandi, at prísurin, sum landið tekur fyri fiskatilfeingið er á einum rímiligum og rættvísum støði. Men skal ein uppboðssøla eydnast, er neyðugt at ávís onnur viðurskifti eru í lagi. Undirtøka má í onkran mun vera í vinnuni fyri skipanini, um hon skal halda í longdini. Ein illa regulerað uppboðssøla kann í ringasta føri misbrúkast, og tí mugu forðingar eisini setast fyri avtalaðum spæli millum reiðarar. Antitrust avmarkingar kunnu ikki vera ov høgar ei heldur ov lágar, tí so skeikla tær kappingina. Gildistíðin á veiðirættindunum má eisini stillast á einum hóskandi støði soleiðis at fyrimunirnir við marknaðarkreftunum kunnu koma til sín rætt, uttan at tær taka burtur íløguhugin hjá reiðaríunum. Núverandi samgonguflokkar fóru á val í 2015 fyri at seta eina marknaðargrundaðað skipan tað vil siga eina uppboðssølu í gildi fyri føroysku fiskivinnuna. Hetta hava teir eisini nevnt í samgonguskjalinum. Teir hava tó drigið eitt sindur í land, tí nú skjýtur samgongan upp eina lutvísa uppboðssølu, har tað, sum er undir miðalfiskiskapinum seinastu 10 árini ikki skal bjóðast út. Uppskotið er semjusøkjandi, og roynir at tekkjast bæði verandi reiðarum og uppboðssølutalsmonnum. Men nakrir samgongupolitikarar tykjast yvirhøvur skeptiskir um uppboðssøluhugskotið. Tað sama kann sigast um Sambandsflokkin, sum er besta boði hjá samgonguni at fáa eina breiða semju í løgtinginum. Argasta mótstøðan móti uppboðssølu kemur úr Fólkaflokkinum, sum leggur dýran við, at fær flokkurin sín vilja fer ikki ein stertur um eina uppboðssølu í framtíðini. Eins og uppboðssøla hevur verið nógv mest umstrídda evnið í fiskivinnukjakinum seinastu mongu árini so verður hetta ivaleyst eisini høvuðsevnið í løgtingsviðgerðini komandi tíðina. Landssjúkrahúsið prógvar ikki í nóg stóran mun, at tey hava regluligt eftirlit við heilivágsgoymslunum. Eisini hevur sjúkrahúsið trupulleikar við at prógva, at sjúklingar ikki fáa ov nógvan heilivág. Suðuroyar sjúkrahús bert eina reyða viðmerking og tvær gular viðmerkingar í IKAS frágreiðingini. Klaksvíkar sjúkrahús fekk ongar reyðar og ongar gular viðmerkingar. Ein av veikleikunum hjá Landssjúkrahúsinum er handfaringin av heilivágsgoymslunum. Tað staðfestir frágreiðingin hjá danska akkredideringsfelagnum, IKAS, sum gjørdi av teimum trimum sjúkrahúsunum í Føroyum. IKAS kannaði 76 viðurskifti ella standardir, sum sjúkrahúsini skulu lúka. Sjúkrahúsini kundu antin lúka øll krøvini, ella tey kundu lúka krøvini við grønum, gulum ella reyðum viðmerkingum. Ein grøn viðmerking er, at sjúkrahúsið í stóran mun lýkur kravið, ein gul viðmerking er, at sjúkrahúsið í ávísan mun lýkur kravið, og ein reyð viðmerking er, at sjúkrahúsið ikki lýkur eitt ávíst krav, sum verður sett. Landssjúkrahúsið fekk reyðar viðmerkingar í seks standardum, og harumframt gular viðmerkingar í seks standardum. Eitt av økjunum, har IKAS hevur reyðar og gular viðmerkingar til Landssjúkrahúsið, er tá tað snýr seg um heilivág. IKAS krevur millum annað, at sjúkrahúsið skjalprógvar, at tey regluliga ganga ígjøgnum heilivágsgoymsluna. Men hetta verður ikki gjørt, sigur IKAS. Tað eru ikki dømi um, at tað verða gjørdar regluligar og skjalprógvaðar gjøgnumgongdir av heilivágsgoymslunum. Hetta er eisini galdandi fyri tær deildirnar, sum fáa heilivágsservisu frá Apotekinum. Apotekið sigur, at virðið av hesum tilsýnum er ivingarsamt. Tørvur er á einum átaki, sum ger, at tað til dømis hvørt ár verður hugt eftir ymiskum viðurskiftum í heilivágsgoymslum, staðfestir IKAS. Og so hevur Landssjúkrahúsið eisini avbjóðingar, tá tað snýr seg um at tryggja, at sjúklingar fáa so fá sløg av heilivági sum gjørligt. IKAS krevur gjøgnumgongd av heilivági fyri at minka um polypharmaci, sum er tá sjúklingurin fær nógv sløg av heilivági ella óneyðugan heilivág. IKAS sigur, at á Landsjsúkrahúsinum eru tey ikki nóg tilvitað um, hvør munurin er á eini gjøgnumgongd av heiliváginum og einari tillaging. Vantandi greiða um, hvar heilivágsgjøgnumgongd skal skrivast í journalina ger tað trupult at síggja, um nær ein slík gjøgnumgongd er gjørd. Vit hoyra fyrra part av bókini Apollonia, sum kom út í 2007. Edward Fuglø hevur skrivað og myndprýtt bókina. Vár Berghamar Jacobsen lesur og Høgni Fagraberg ger ljóðmyndina. Mikukvøldið 25. januar handaði Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, føroyska operasangaranum Rúna Brattaberg Mentanarvirðisløn landsins. Vit hava verið í gjónnið í Elduvík, har vit hittu Rúna Brattaberg og konuna Susanne, ið eisini er operasangari. 22. apríl rundar føroyski listamaðurin Arnold Vegghamar tey áttati, og í hesum sambandi er stór listaframsýning í heimbygdini Viðareiði, har listamaðurin eisini varð kosin heiðursborgari fyri sløkum tveimum árum síðani. Vit vóru á fernisering farna leygardag. Skamt frá Viðareiði í Hvannasundi, hava tey kanska fingið sítt egna Eiffeltorn eitt kirkjuhús, sum varð vígt í november mánað í fjør. Vit hitta arkitektin handan bygningin Mayfinn Norðoy, eins og vit ummæla bygningin saman við Albert Isfeld, arkitekti. Arkitekturur og list eru ofta afturvendandi felagsnevnarar í føroyskum kirkjum. Og í samband við at Christianskirkjan í 2013 rundaði tey fimti, var eitt ella rættari sagt. 10 rund listarverk og 6 vignettir avdúkaði í kirkjukjallaranum. Og vit leita aftur á hátíðardagin. Tú kanst hoyra sendingina her Jacob Vestergaard, tingmaður fyri Fólkaflokkin, hevur eitt nú lagt uppskot til samtyktar um, at løgtingið skal heita á landsstýrið um at kanna og leggja fram neyðug lógaruppskot, so aliøkini Hovs og Hvalbiarfjørður verða latin teimum, sum kunnu tryggja mest møguligt virksemi í oynni. Og nú tykist slóðin verða ruddað fyri, at Suðuroy fær serstøðu í nýggju alilógini, sum Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, skal leggja fyri tingið. Laksur frá alibrúkum á alifirðum í Suðuroy skal verða virkaður á virkjum í Suðuroy. Við virking skal skiljast bløðging, kryvjing, pakking av heilum rundum fiski, ísaður ella frystur. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur um virking í Suðurpy, herundir skjalprógv um, at kravið um at laksur skal virkast í Suðuroy kann verða lokið Suðuroyggin er hóast vælútbygt sjóvegis ferðasamband í mun til hinar partarnar av landinum fjarskotin, og er í vinnuligum høpi og arbeiðsmarknaðarhøpi enn ikki ein samrunnin partur av hinum økjunum í landinum.Fólkatalið í Suðuroy minkar alsamt, hóast tað er vaksandi í landinum sum heild, og arbeiðsloysið er væl hægri enn í landinum annars. Tað eru fá faklærd og ófaklærd arbeiðspláss í oynni, og fólkið leitar sær burtur at finna sær arbeiði og kemur ikki aftur . Tað var týsdagin, at tríggjar sprongingar vóru á vegnum, tá ein bussur við leikarunum hjá Dortmund kom framvið. Liðið var á veg á ítróttarvøllin í Dortmund, har teir skuldi spæla móti Monaco í fjórðingsfinaluni í Champions League kappingini. Tvey fólk fingu skaða av sprongini, ein teirra var Dortmund spælarin Marc Bartra. Í Danmark er stjórnarflokkurin, Vinstri, fyri hørðum atfinningar við ákærum, tí tað er ov tætt millum Vinstra og sterkastu reiðaríðini í landinum. Danskir fjølmiðlarnir hava seinastu vikurnar víst á, at Esben Lunde Larsen hevur dult fyri Fólkatinginum 15 av 16 uppskotum, sum hansara aðalráð hevur gjørt um, hvussu sterku reiðaríni í Danmark kunna avmarkast. Um somu tíð er komið fram, at sterkastu reiðaríni í Danmark sokallaðu kvotakongarnir hava rindað nógvan pening til stjórnarberandi flokkarnir í Danmark. Eitt nú hevur reiðarin John Anker Hametner rindað fýra milliónur krónur fyri ein part av partafelagnum, DayWork, sum Thomas Daneilsen framsøgufólk hjá Vinstra innan fiskivinnuni eigur saman við konu síni gjøgnum eitt haldfelag. Thomas Danielsen er hálvur føroyingur. Harumframt verða reiðararnir Gullak Madsen, Asbjørn Magnussen og Virgar Tindskar sum allir koma úr Føroyum nevndir av Ekstrablaðnum sum kvotakongarnir hjá Løkke , tí teir hava allir latið pening til Løkke grunnin. Endamálið við samtyktini var at fáa gjørt eina altjóða kanning og eina fordøming av tí, ið verður hildið at vera kemiskt álop í Sýria í farnu viku. Kunngerðin sigur, at borgarstjórar í kommunum, ið hava millum 1.500 og 4.999 íbúgvar, fáa løn, ið svarar til 37. lønarflokk í sáttmálanum millum Tænastumannafelagið og landið, tað svarar til umleið 47.800 krónur um mánaðin. Borgarstjórar í kommunum við millum 5.000 og 9.999 íbúgvar fáa løn sambært 38. lønarflokki, og knappar 52.000 túsund krónur um mánaðin. Fólkatalið í Klaksvík fóru uppum 5000 eftir at Húsa Kommuna og Klaksvíkar kommuna løgdu saman á nýggjárinum, og tí hevur Klaksvíkar býráð samtykt við fyrru viðgerð, at hækka lønina hjá borgarstjóranum og samsýningina hjá býráðslimunum. Verður málið eisini samtykt við aðru viðgerð, fær Jógvan Skorheim, borgarstjóri, góðar 52.000 túsund krónur í løn um mánaðin, sum borgarstjóri í Klaksvík. Onnur viðgerð stendur at vera á býráðsfundinum fjóðra mai. Best lønti borgarsstjóri í Føroyum er kortini borgarstjórin í Havn, tí sambært kunngerðini um samsýning til kommunustýrislimir, so fáa borgarstjórar í kommunum, ið hava 10.000 íbúgvar ella fleiri, løn, ið svara til 39. lønarflokk hjá tænastumannafelagnum, og tað eru góðar 55.600 krónir um mánaðin. Í einari nýggjari samrøðu vísir sýriska forsetin aftur ákærunum um at hava staðið fyri einum kemiskum álopið móti sivilum í landslutinum Idlib fyri góðari viku síðan. Hann kom at kalla burtur úr ongum, 39 ára gamli mmanuel Macron.Nú verður orkufulli heimspekingurin og bankaráðgevin kanska komandi forsetin í Fraklandi. Tað var annars einki, sum bendi á tað fyri trimum árum síðan. Hann kom tá sum eitt skot inn á politiska pallin. Hann hevði gamaní verið limur í franska Javnaðarflokkinum í 10 ár, men við ongum politiskum royndum annars og uttan at vera fólkavaldur í eitt politiskt embæti tók hann við sum búskaparráðharri í sosialistisku stjórnini hjá Manuel Valls. Men teir sótu ikki væl um sátt. Politiskt var stórt spenni teirra millum. Macron vildi hava meira borgarligan búskaparpolitikk, og tað var strevið at fáa arbeiðið at glíða. Í fjør slitnaði. Macron kvetti sambandið og tók seg úr flokkinum. Eg havi upplivað tómleikan í fronskum politikki, heilsaði hann Manuel Valls og sínum starvsfelaga, forsetanum Fran ios Hollande, og sipaði til vantandi viljan at gera búskaparligar nýskipanir. Og meðan sosialistiski flokkurin skýrdi hann bæði svíkjara og falskan, kveikti hann eina mótrørslu til lívs og flutti seg spakuliga inn á miðvøllin í fronskum politikki. Við fólkarørsluni En Marche er hann farin upp politiska leytaran. Macron bjóðar seg fram at stjórna einari syndraði tjóð. Frakland er á einum vegamóti. Arbeiðsloysið er stórt, og franski samleikin verður hildin at vera hóttur. Tí er tað eitt lagnuval, nú fraklendingar skulu velja kós. Sosialistiska stjórnin hjá Hollande megnaði ikki at minka veitina millum samfelagsbólkarnar. Arbeiðisloysið er 10 prosent. Millum tey ungu er arbeiðsloysið 25 prosent, og millum muslimskar tilflytarar er arbeiðsloysið 35 prosent. Fraklendingar vita fullvæl, at teimum tørva eina øðrvísi fíggjarliga kós, sigur stjórnmálafrøðingurin Danjal av Rana. Hann hevur búð í Marseille í tvey ár og hevur serligan áhuga fyri fronskum politikki. Fran ios Hollande hevur eisini givið skarvin yvir og stillar ikki upp aftur. Undirtøkan fyri honum í veljarakanningunum var so lítil um ársskiftið, at hann kastaði frá sær uttan bardaga. Sum forseti hevur hann ásannað, at áræðið á fronsku gøtunum er fánað smátt um smátt. Trongu búskaparligu korini er ein orsøk. Hin orsøkin er tann eirindaleysi harðskapurin, sum ósek fólk hava verið fyri. Náðileysu álopini á satirublaðið Charlie Hedbo, konserthølið Bataclan og sakleysu mannamúgvuna, sum hátíðarhelt franska tjóðardagin í Nice, hava skapt mistrúgv millum samfelagsbólkar. Stóra tilflytingin og flóttafólkakreppan hava eisini í ávísan mun birt undir andstygdina mótvegis fremmandafólki og viljan at sláa manngarð um tað, tey halda skal vera tann franski samleikin. Nú er avbjóðingin so at finna røttu javnvágina millum tryggleikan og frælsi. Tað frælsi, sum hevur verið grundvøllurin undir fronsku tjóðini, síðan rembingarnar ímóti kongsvaldinum og einaræðinum í 1780. Sjálvsøgd rættindi sum savningarfrælsi og trúarfrælsi eru undir trýsti í landinum, har hugmyndir sum frælsi, javnrættindi og brøðalag spruttu. Tí er einki at siga til, at verjupolitikkur, trygdarpolitikkur og tjóðskaparpolitikkur seta dagsskránna í valstríðnum, sigur Danjal av Rana, stjórnmálafrøðingur. mmanuel Macron setur seg upp ímóti teimum atfinningarsomu og nationalistisku rørslunum, sum vinna fram í hesum døgum. Hann mælir til aðra kós enn Brexit, Trump og Le Pen og sjálvandi eisini Hollande. Hann ber ongan beinleiðis illvilja móti tí fremmanda. Men hann ásannar kortini, at ES eigur í størri mun at samskipa sín flóttafólkapolitikk og hava munandi betri eftirlit við síni uttaru mørk. Avbjóðingin eru tey fólkini, sum koma ólógliga inn í Evropa, segði Macron í sjónvarpskjaki í síðstu viku og mælti til sokallaðan kvotupolitikk. Kappingarneytin Le Pen himpraðist ikki at svara aftur. Oddakvinnan í Front Nationale er harðliga ímóti tilflyting og vil seta týðilig krøv til inklusjón og eksklusjón. Hon vil minka talið av tilflytarum úr 200.000 niður í 10.000 fólk um árið. Le Pen heldur, at franskir ríkisborgarar skulu hava forrættindi til bæði bústað og arbeiðspláss. Og hon hevur eisini lovað fraklendingum eina fólkaatkvøðu um franska limaskapin í ES, verður hon vald til forseta. Eg fari ikki at loyva tilflyting í sama mun, hvørki lógligari ella ólógligari. Vit hava einki at bjóða teimum. Her er ein rúgva av arbeiðsleysum og fátøkum fraklendingum, sum vit eiga at hjálpa heldur, segði hon. Macron sigur seg vera hvørki vinstrahugaðan ella høgrasinnaðan, men dyrgir eftir stóra og ørkymlaða veljaraskaranum, sum vil hava greiðar samfelagsligar batar í stundini. Aðalmálini í valskrá hansara eru, at Styrkja samstarvið við ES Verja politisku skipanina fyri nepotismu Fáa ein meira smidligan arbeiðsmarknaða við at seta úr gildi avtaluna, sum bindir arbeiðsfólkini at arbeiða í mesta lagi 35 tímar um vikuna Skava 60 millardir evrur av almenna rakstrinum Samtykkja ein pensjónsreform, so øll fáa somu pensjónsviðurskifti Skapa okkurt um 5000 størv í skúlaskipanini Fáa 10.000 fleiri løgreglufólk í starv Seta uppí upphæddina til hernaðarmál, so hon verður tvey prosent av BTÚ Macron vil sannføra veljararnar um, at tað er ikki neyðugt at velja eina so víðgongda kós sum hana hjá Le Pen, men at fraklendingar fáa eina aðra politiska kós við at velja seg, sigur Danjal av Rana, stjórnmálafrøðingur. Hansara politisku mótstøðufólk halda kortini, at ætlanirnar hjá Marcon eru ikki ítøkiligar og vilja hava greiðari svar, hvussu hann ætlar at útinna sínar visjónir. Stór orð uttan nakað innihald, siga tey. Nøkur ivast eisini í trúvirðinum hjá honum sum fyrrverandi javnaðarmann og partur av stjórnini, sum hevur latið samfelagsgrundina ridla. Men politisku sjónarmið hansara vinna brátt fram millum veljarnar. Helst eisini, tí søgan um millióningin mmanuel Macron er merkisverd. Í studentaskúlanum í býnum Amiens har norðuri í Fraklandi rann saman millum 15 ára gamla Macron og læraran Brigitte Trogneux, sum eigur trý børn við øðrum manni og er 24 ár eldri enn hann. Foreldur hansara mettu tað ikki vera sømiligt og vildu hava tað at kólnað teirra millum. Tey fluttu sonin í annan stundentaskúla, men Macron og Trogneux hildu fast við sítt. Í 2007 giftust tey. mmanuel Macron er útbúgvin heimspekingur, men hevur fyri tað mesta virkað í bankaheiminum. Sum bankaráðgevi hjá bretska Rotschild var hann við til at fáa tiltikna keypssáttmálan millum Nestl og Pfizer í lag. Burtur úr avtaluni vann hann seg til stórt ríkidømi. Nú rópar hann Framá á øllum veljarafundum í Fraklandi. Og veljararnir lurta. Nú tað stundar til fyrra umfarið av franska forsetavalinum, standa bæði mmanuel Macron og Marine Le Pen til at fáa sløk 25 prosent av atkvøðunum. Talan er um eitt umfatandi lógaruppskot, sum fevnir breiðari enn verandi lóg um vinnuligan fiskiskap. Ætlanin er millum annað, at heimaflotin skal fara frá fiskidagaskipan til eina kvotaskipan. Havstovan skal saman við vinnuni gera umsitingarætlanir, sum vera lagdar fyri Løgtingið, sum samtykkir ætlanir fyri mest týðandi fiskasløgini. Í dag er tað Løgtingið, sum hvørt ár ásetir mest loyvdu veiðu, men við uppskotinum skal landsstýrismaðurin gera tað innanfyri karmarnar í umsitingarætlanini. Kvotaskipanin verður tó ikki galdandi fyri øll. Útróðrarflotin varðveitir fiskidagaskipanina, tí júst tann parturin av heimaflotanum hevur avbjóðingar við blandingsfiskiskapi. Tá verður fiskidagaskipanin hildin at hava sínar fyrimunir. Við kvotum væntar landsstýrið at kunna stýra, hvussu nógv verður tikið burturúr stovnunum á hvørjum árið, og harvið verður lættari at fylgja tilmælum um, hvat er lívfrøðiliga burðardygt. Støddin á kvotunum verður roknað út frá fiskiskapinum seinastu 10 árini. Og kvoturnar verða ikki longur knýttar at einstaka skipinum, soleiðis, sum tað hevur verið undir verandi lóggávu. Ætlanin er eisini at bøta um atkomiligheitina hjá ymiskum økjum í Føroyum til fiskatilfeingið. 75 av øllum fiski skal landast í Føroyum, og 60 av veiddum fiskinum skal bjóðast út til føroysk virki. Fortreytirnar fyri at eitt ávíst øki í landinum skal fáa kvotu, er at økið manglar arbeiðspláss og hevur eitt negativt demografiskt mynstur, sum ger tað trupult at fáa fólkavøkstur. Landsstýrismaðurin skal í kunngerð áseta, um kvotur skulu oyramerkjast til eitt øki. Og um fýra ár skal allur útlendskur ognarskapur verða lúkaður úr fiskivinnuni, verður uppskotið ikki broytt í næstu viku og samtykt í Løgtinginum. Øll, sum sigla við føroyskum skipum, skulu fylgja føroyskum manningarsáttmálum, og øll skulu hava føroyskt arbeiðs og uppihaldsloyvi. Ein partur av fiskirættindunum skulu sambært uppskotinum bjóðast út, men tað er ymiskt fyri hvørt fiskaslagið, hvussu hesin parturin skal roknast út. Landsstýrið skjýtir upp, at nýggj rættindi er tað, sum er omanfyri miðalfiskiskapin seinastu tíggju árini. Nýggj rættindi skulu bjóðast úr. Verandi rættindi vera verandi hjá teimum, sum í dag hava tey. Men, hvørja ferð heildarkvotan veksur, skal tað, sum legst afturat, bjóðast út. Hetta verður eisini galdandi, um kvotan fyrst minkar og síðani veksur aftur. Verandi rættindi verða galdandi í 8 ár rullandi, tað vil siga tey skulu endurnýggjast hvørt ár. Nýggj rættindi verða galdandi í annaðhvørt eitt, trý ella átta ár í senn. Í uppsjóvarvinnuni leggur uppskotið upp til ein annan leist at gera av, hvussu nógv skal bjóðast út. Her verða fyrst 20 av føroysku heildarkvotuni boðin út sum stutttíðarrættindi. Av tí, sum er eftir, sleppa verandi reiðarar at varðveita tann partin av kvotuni, sum er á sama stigi sum føroyska heildarkvotan var 31. desember 2007. Tann parturin, sum í dag fer upp um støðið í 2007, verður eisini boðin út. Av makreli hevði sostatt ein triðingur verið boðin út í dag, um uppskotið verður samtykt, meðan heili 74 av norðhavssild hevði verið boðin út. Og so eru tað nógv umrøddu anti trust reglurnar, sum skulu avmarka, hvussu nógv rættindi einstakar fyritøkur kunnu hava ræði á. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur sagt, at hámarksreglurnar eru neyðugar fyri at verja fólkaræðið. Borgarstjórin í Klaksvík fer nú at fáa meira løn, og samsýningarnar hjá býráðslimunum hækka eisini, eftir at Húsa og Klaksvíkar kommunur løgdu saman á nýggjárinum. Kunngerðin sigur, at borgarstjórar í kommunum, ið hava millum 1.500 og 4.999 íbúgvar, fáa løn, ið svarar til 37. lønarflokk í sáttmálanum millum Tænastumannafelagið og landið. Tað svarar til umleið 47.800 krónur um mánaðin. Borgarstjórar í kommunum við millum 5.000 og 9.999 íbúgvar fáa løn sambært 38. lønarflokki, knappar 52.000 túsund krónur um mánaðin. Fólkatalið í Klaksvík fór upp um 5.000 eftir at Húsa kommuna og Klaksvíkar kommuna løgdu saman á nýggjárinum, og tí hevur Klaksvíkar býráð samtykt við fyrru viðgerð at hækka lønina hjá borgarstjóranum og samsýningina hjá býráðslimunum. Verður málið eisini samtykt við aðru viðgerð, fær Jógvan Skorheim, borgarstjóri, góðar 52.000 túsund krónur í løn um mánaðin sum borgarstjóri í Klaksvík. Onnur viðgerð stendur at vera á býráðsfundinum 4.mai. Best lønti borgarsstjóri í Føroyum er kortini borgarstjórin í Havn, tí sambært kunngerðini um samsýning til kommunustýrislimir, so fáa borgarstjórar í kommunum, ið hava 10.000 íbúgvar ella fleiri, løn, ið svarar til 39. lønarflokk hjá Tænastumannafelagnum, og tað eru góðar 55.600 krónir um mánaðin. Sambært vakthavandi á politistøðini stóð bingjan upp at einum bygningi, og ein vørupallur við spillolju stóð nærhendis brennandi ruskbingjuni. Tí var vandi fyri, at eldurin kundi fara víða um. Tað eydnaðist sløkkiliðnum at fáa tamarhald á eldinum, so hann ikki festi í annað eldfimt á skipasmiðjuni. Løgreglan fekk fráboðanina um eldin um fýra tíðina í morgun. Eldurin var sløktur umleið hálvan tíma seinni. Taka vit páskadag, so boðar DMI frá norðri og útnyrðingi, upp í 10 metur sekund Mánanáttina upp í 13 metur sek, Sólglottar og okkurt ælið. Hitin fer upp í 4 stig páskadag. Um náttina niður um frostmarkið. Annan páskadag verður sum frá líður eftir nøkur kavaæl turt og sólglottar fáa vit eisini, sambært DMI. Hitin annan páskdag fer upp í 5 stig.Týsnáttina fer hann niður móti frostmarkinum. Tað er ikki at meta sum ein atfinning móti Danmark, at Grønland nú fer at lata upp eina sendistovu í Íslandi. Men tað er ein sannroynd, at danskir myndugleikar geva ikki grønlendingum í Ísland nóg góða tænastu. Hetta kom væl til sjóndar, tá tveir menn við grønlendska trolaranum Polar Nanoq vórðu tiknir í sambandi við, at Birna Brjánsdóttir varð fyribeind. Danska Uttanríkisráðið veitti ikki nóg góða hjálp tá, heldur landsstýrið, hvørki viðvíkjandi tolking ella við at hjálpa tiknu monnunum at fáa samband við síni avvarðandi í Grønlandi. Men tað er tó ikki fyri at finnast at Uttanríkisráðnum, at Grønkand letur upp sína egnu sendistovu í Íslandi, leggur landsstýrið dent á, samabært KNR, grønlendska kringvarpinum. Vittus Qujaukitsoq, landsstýrismaður, sigur við KNR, at eingin atfinning er komin frá landsstýrinum móti borgaratænastuni hjá Uttanríkisráðnum, hóast stjórin har, Ren Dinesen, sigur nakað annað. Hann kennir tað soleiðis, sum at landsstýrið fanst at Borgerservice fyri tann mátan, hon handfór Polar Nanoq málið. Tað segði hann, eftir at hava lisið uppskotið hjá landsstýrinum um at stovna sendistovu í Reykjavík. Í tí stendur, at donsku myndugleikarnir megnaðu ikki at geva grønlendsku manningini á Polar Nanoq ta hjálp, sum hon hevði fyri neyðini tá í januar. Føroyingar vóru eisini við skipinum. Vittus Qujaukitsoq sigur, at brúk er fyri meira hjálp enn teirri, sum donsku myndugleikarnir veita. Millum annað samskifti á grønlendskum og ikki bara á donskum og enskum. Tí stovnaði grønlendska Uttanríkisráðið í Nuuk eina sonevnda hotline frá 19. til 24.januar, har sum stivliga 20 fólk fingu hjálp á bæði grønlendskum og donskum. Ísland hevur havt sendistovu í Nuuk síðani 2013. Tað kemur til sjóndar í fleiri hoyringarskrivum frá kommununum og Kommunufelagnum um lógaruppskotið. Lógaruppskotið heimilar sum er Fíggjarmálaráðnum at taka gjaldið frá kommununum. Fíggjarnevndin í Fuglafjarðar kommunu hevur viðgjørt málið, og hon heldur, at landið eigur at bera allan kostnaðin av verkætlanini. Síðani kunnu kommmunurnar koma uppí so hvørt og við at taka upp samráðingar við landið, skrivar Sonni í Horni, borgarstjóri. Sonni í Horni fær eisini undirtøku frá Kommunufelagnum fyri sjónarmiði sínum. Kommunufelagið tekur heilt yvirskipað undir við verkætlanini, men mótmælir staðiliga, at løgtingið við lóg ásetir, at kommunurnar skulu fíggja ítøkiligu verkætlanina. Kommunurnar eru sjálvstøðugar politiskar eindir, sum hvør í sinum lagi avgera, hvørt tær ynskja at verða partur av verkætlanini, vísir Kommunufelagið á. Í stuttari viðmerking, sigur Ruth Vang, forkvinna í Fíggjarnevndini, at bæði Kommununufelagið og landsstýriskvinnan í fíggjarmálum hava verið til hoyringar í Fíggjarnevndini. Ruth Vang hevur góðar vónir um, at tað fer at eydnast kommununum og Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, at finna ein fíggingarleist, sum báðir partarnir kunnu semjast um. Løgtingið fekk ikki eitt løgfrøðiligt upprit, sum Fiskimálaráðið brúkti, tá uppskotið um fiskidagarnar fyri verandi fiskiár varð gjørt í fjør summar. Men sambært uppritinum gjørdi Høgni Hoydal einki skeivt, tá hann skerdi fiskidagarnar og harafturat setti 15 prosent til viks til teirra, sum brúka allar sínar dagar, áðrenn fiskiárið er liðugt. Innanhýsis uppritið, sum varð gjørt í Fiskimálaráðnum í sambandi við uppskotið um fiskidagarnar fiskiárið 2016 2017, varð sent Landsstýrismálanevndina tann 13.desember í fjør. Sambært løgfrøðiliga uppritinum hjá Fiskimálaráðnum var tað ikki ognartøka at skerja fiskidagarnar og seta dagar av til tey at brúka, sum brúka allar sínar fiskidagar, áðrenn fiskiárið er liðugt. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, sigur, at ognartøka er ikki partur av kæruni hjá Meginfelagi útróðrarmanna, sum hevur kært Høgna Hoydal. Hann sigur, at í svarinum hjá honum til Landsstýrismálanevndina, sum er dagfest 6.apríl, verða allir spurningar í kæruni svaraðir. Tá er ikki loyvi at dansa, spæla ella gera nakað, sum minnir um tað, sum á donskum í halgidagslógini nevnist offentlige forlystelser á skeinkistøðunum, sum kortini hava loyvi at skeinkja. Fyrranáttina fóru tríggir mans til hendurs í eini morgunveitslu. Tveir ímóti einum. Offurið var til avhoyringar á løgreglustøðini í gjár, og løgreglan væntar at práta við hinar báðar seinni í dag. Viðmerkingarnar eru komnar í samband við hátíðarhaldið fyri Kim Il Sung, fyrsta forseta landsins, nú 105 ár eru liðin síðani hann varð føddur. Í hesum sambandi var stór hernaðar skrúðgonga í høvuðsstaðnum Pyongyang, har Kim Jong un, forseti, var til steðar, og gitt verður at høvið eisini fer at vera brúkt til at gera enn eina kjarnorku royndarspreinging. Norðurkorea er til reiðar til eitt altumfatandi kríggj, verður landið álopið, sigur Choe Ryong hae, ið verður hildin at vera næsti maður Kim Jong un, forseta. Norðurkorea var á dagsskránni á fundinum millum kinesiska og amerikanska forsetan í Florida herfyri. Donald Trump, forseti, heldur, at Kina ger alt ov lítið fyri at avmarka ta hóttan, sum USA heldur, at Norðurkorea er. Um Kina vil hjálpa til, so ongantíð betur, hevur Donald Trump sagt, men um Kina ikki ger tað, loysa vit trupulleikan uttan teirra hjálp, sigur amerikanski forsetin. Amerikanski varaforsetin Mike Pence er á veg til Suðurkorea og onnur lond í Asia, og amerikanski flogberin Carl Vinson er á veg til koreansku hálvoynna saman við eini flotadeild. Lógin um Talgildu Føroyar áleggur ikki kommununum at rinda. Hetta má vera ein misskiljing. Tí lógin gevur bert heimild til, at landið kann gera avtalur við kommunur um at vera við, sigur Kristina Háfoss í viðmerking. Upprunaliga lógaruppskotið heimilaði Fíggjarmálaráðnum at taka gjaldið frá kommununum íalt 25 milliónir krónur býtt eftir fólkatali í ymisku kommununum. Hoyringssvarini komu til eitt uppskot, ið varð sent til hoyringar, men tað uppskotið, ið varð lagt fyri Løgtingið varð broytt samsvarandi ynskjunum hjá kommunum og áleggur ikki kommununum at vera við, men gevur bert heimild til, at tær kunnu eftir avtalu og ynski vera við. Sostatt er samssvar millum lógaruppskot og ynskini hjá kommununum, sigur landsstýriskvinnan í fíggjarmálum. Kristina Háfoss leggur afturat, at fleiri kommunur hava eisini víst áhuga fyr at vera við, og ráðið fer í næstum at gera samstarvsavtalur við tær kommunur, ið ynskja at fáa ávirkan og vera við í verkætlanini. Verkætlanin at talgilda Føroyar og harvið gera eitt samlað talgilt undirstøðukervi, sum skal gera tað lættari fyri brúkaran at nýta talgildu skipaninar, eitt við at nýta somu inngongd til allar skipanir, er mett at kosta 150 milliónir krónur. Fyrr í vikuna undirskrivaðu ein røð av fyritøkum og feløgum samstarvsavtalu við Landsstýrið um at gera Talgildu Føroya til veruleika. Ítøkiliga merkir hetta, at fyritøkurnar og feløgini fáa ávirkan á verkætlanina og eru við at fíggja hana við samanløgdum 16,7 milliónum krónur fram til 2020. Føroysku peningastovnarnir hava sett 9 milliónir krónur av til íløgur og 6 milliónir til rakstur í verkætlanina, sum merkir, at føroyskir bankakundar kunnu nýta nýggja talgilda samleikan til netbankan. Hini feløgini, ið eru við, eru SEV, IRF, Føroya Tele, Vodafone, Atlantic Airways, Eystur og Sandoyartunlar, Vága Floghavn, Als og Trygdargrunnurin, Effo, Magn, Betri Trygging, Trygd, Nordikpensjón, Lív og Betri Pensjón Í nógv ár hevur verið hildið, at dupult so nógvar kvinnur sum menn fingu depressión ella tunglyndi. Soleiðis sóu tølini í Danmark út, tá talan var um innleggingar. Men kanningar seinastu árini gera greitt, at munurin millum kvinnur og menn ikki er so stórur, sigur Svend Aage Madsen, ið er leiðandi psykologur á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn. Svend Aage Madsen sigur, at í Danmark eru 60.000 menn, ið hava depressión, men bert helvtin fær nakra viðgerð. Úrslitið er, at menn nógv oftari enn kvinnur taka lívið av sær. Samanborið við fólkatalið í Danmark merkir tað, at í Føroyum eru 300 menn, sum ongantíð verða viðgjørdir fyri depressión, hóast teir áttu. Menn hava ilt við at fara til lækna við sínum fysisku trupulleikum og hvana verri er tað, tá talan er um teir psykisku, sigur Svend Aage Madsen við Ritzau tíðindastovuna. Fólkaatkvøða verður í Turkalandi í morgin um nýggju stýrisskipanina, sum Recep Tayyip Erdogan, forseti, vil hava fólkið at taka undir við. Verður stýrisskipanin samtykt, fer forsetin at fáa nógv av tí valdi, sum tjóðartingið higartil hevur havt, og Erdogan sjálvur kann verða sitandi í forsetaembætinum til 2029. Tey, sum stuðla forsetanum siga, at broytingin fer at gera landið meira tíðarhóskandi, meðan tey, sum eru ímóti, siga, at stýrislagið fer at verða broytt til einaveldi. Í hvussu verður broytingin tann størsta, ið gjørd er í stjórnarskipan Turkalands, síðani lýðveldið var sett á stovn fyri hundrað árum síðani, verður sagt. Tá Recep Tayyip Erdogan gjørdist forseti í 2014, var embætið mest umboðandi, meðan politiska valdið var hjá forsætisráðharranum. Í tí sessinum hevði Erdogan sitið í meira enn tíggju ár, áðrenn hann gjørdist forseti. Men nú ætlar hann, at forsætisráðharra embæðið skal takast av og skyldurnar áleggjast forsetanum í staðin. Soleiðis fer forsetin at standa á odda fyri stjórnini og fær heimild at seta ráðharrar í embætið og loysa teir úr starvi. Forsetin fer eisini at fáa heimild til at broyta avgerðir hjá dómstólunum og fer at kunna seta landið í undantaksstøðu. Forsetaskeiðið verður fimm ár, forsetin kann veljast tvær ferðir, og tá ætlanin er at forsetaval skal vera í 2019 merkir tað, at Erdogan kann verða sitandi til 2029. Helgi Dam Ziska hevur ikki verið við í árligu FM kappingini í talvi fyri einstaklingar síðani 2011, men í ár lá fyri, og hann kom, sá og sigraði. Helgi telvaði økonomiskt og kanska eitt sindur taktiskt. Hann tóktist ikki at kýta seg av øllum alvi at vinna hvørt talv. Tap var ikki í hendi í nøkrum føri. Hann fór ósigraður gjøgnum kappingina vann trý og telvaði hini trý jøvn. Helgi vann bæði talvini móti Martin Poulsen, móti Høgna vann hann annað og telvaði hitt javnt, men móti John endaðu bæði talvini jøvn. Løgtingið samtykti á vári 2015 at skerja møguleikarnir at veita stuðul til útbúgving uttanlands, sambært lógini um arbeiðsfremjandi tiltøk. Hetta fyri at tálma útreiðsluvøkstrinum hjá landskassanum, tí tað var mett, at tað er bíligari fyri landið at veita stuðul til útbúgvingar í Føroyum. Si ðani 2015, hava tað einans verið fo lk við sjo nbreki ella hoyribreki, sum hava havt rætt til stuðul til útbúgving uttanlands sambært lógini um arbeiðsfremjandi tiltøk. Men nú skal lógin aftur broytast, so eisini fólk við autismu ella somu eyðkennum í ávísum førum kunnu fáa stuðul til útbúgving uttanlands. Orsøkin til, at Eyðgunn Smauelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur lagt uppskot fram um at broyta lógina nú, er at í summar fáa fyrstu næmingarnir úr serflokkinum fyri autistar í Hoydølum miðnámsprógv. Víst verður í lógaruppskotinum á, at persónar við autismu, sum fullføra miðnámsskúlan, hava góð útlit til at fóta sær á vanliga arbeiðsmarknaðinum, og harvið forsyrgja sær og sínum, men tað er avgerðandi fyri tey, at tey fáa eina førleikagevandi útbúgving. Men persónar við autismu ofta hava ofta serligar avmarkingar at velja útbúgving, og kunnu hava tørv á ymsum stuðulsskipanum í samband við lestur. Eisini hava nakrir persónar heilt serligar førleikar innan eitt avmarkað øki, og tbúgvingarmøguleikarnir í Føroyum innan júst hetta økið eru ikki altíð til staðar. Tá møguleikin at fáa stuðul úr lógini um arbeiðsfremjandi tiltøk var skerdur í 2015, var annars mett, at tað bert vóru fólk við sjónbreki og hoyribreki, sum vóru serliga avmarkað í mun til útbúgvingar í Føroyum, og at tað var fíggjarliga skynsamari at veita teimum stuðul til útbúgving uttanlands heldur enn at seta á stovn fyriskipanir í Føroyum. Víst verður í lógaruppskotinum á, at tað er ikki vist, at tað til ber at bjóða ta útbúgvingina í Føroyum, sum ein persónur við autismu megnar at taka, og tí kann tað blíva skynsamari at veita stuðul uttanlands, heldur enn at menna víðfevndar skipanir í Føroyum til einstakar persónar. Víst verður í lógaruppskotinum eisini á, tað bert eru einstakir persónar, sum væntandi fara at lúka treytirnar fyri stuðli til útbúgving uttanlands. Fáa næmingar, sum annars hava góð útlit til at kunna fóta sær á arbeiðsmarknaðinum, ikki møguleikan at nema sær eina førleikagevandi útbúgving, kann avleiðingin blíva, at tey ikki koma á vanliga arbeiðsmarknaðin, stendur í lógaruppskotinum Limir hjá teimum fimm arbeiðarafeløgunum, Føroya Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, Klaksvíkar Arbeiðsvkinnufelag, Havnar Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag, skrivaðu undir sáttmála við Føroya Arbeiðsgevarafelag í mai í fjør, men tá var semja ikki um sáttmálan fyri Gistingarhús og matstovur. Vígdis Johannesen, forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag, vil ikki siga meira ítøkiligt, hvat ósemjan snýr seg um, áðrenn samráðingarnar týsdagin, men samráðingarnar eru komnar nokso langt, vísur hon á. Í summar í fjør vísti Havnar arbeiðskvinnufelag á, at starvsfólk á matstovum og gistingarhúsum ikki fáa ta løn og tær sømdir, sum tey eiga sambært sáttmálanum. Tá ásannaði Bergur Poulsen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag, at talan var um ítøkiligan trupulleika í matstovu og gistingarhúsvinnuni. Føroya arbeiðskvinnufelag tók fyrrárið stig til eitt átak at savna og lima starvsfólk í vinnuni í avvarðandi fakfeløg, og Vígdis Johannesen sigur, at viðurskiftini eru batna í matstovuvinnuni. Løgreglan kannar í løtuni eitt harðskapsmál, har ein kvinna hevur meldað fyrrverandi unnusta sín til løgregluna. Harðskapurin fór fram fyrradagin, men kvinnan meldaði málið í gjár. Enn er ikki greitt, hvussu álvarsligur harðskapurin er. Í løtuni verða bæði kvinnan og maðurin hoyrd í málinum. Í nátt klokkan fimm fekk løgreglan fráboðan um eitt ferðsuóhapp á Marknagilsvegnum í Havn. Førarin, sum løgreglan enn ikki hevur fingið fráboðan frá, rendi á eina vegoyggj á Marknagilsvegnum í Havn. Longri frammi fann løgreglan ein bil, sum stóð parkeraður. Bilurin hevði fingið skaða, og tí heldur løgreglan, at tað helst er hesin bilurin, ið hevur rent á oynna. Løgreglan hevur enn ikki funnið fram til bilføraran, men arbeiðir í løtuni við málinum. Fólkaatkvøða er í Turkalandi í dag. Turkarar skulu atkvøða um nýggju stýris skipanina, sum Erdogan, forseti, vil hava fólkið at taka undir við. Verður stýrisskipanin samtykt, fer forsetin at fáa nógv av tí valdi, sum tjóðartingið higartil hevur havt, og Erdogan sjálvur kann verða sitandi í forseta embætinum til 2029. Tey, sum stuðla forsetanum siga, at broytingin fer at gera landið meira tíðarhóskandi, meðan tey, sum eru ímóti, siga, at stýrislagið fer at verða broytt til einaveldi. Menniskjarættindastovnar og lond í Evropa stúra nógv fyri valinum. ES komissjónin hevur sagt, at valið átti at verið útsett, soleiðis at fólkaræðisligu rættindi vórðu tryggjaði. Men tað vil turkiska stjórnin ikki. Gomlu kirkjurnar kring landið, sum antin eru friðaðar ella yvir 100 ára gamlar, tyngja raksturin hjá fólkakirkjuni so mikið nógv, at dómprósturin nú rópar varskó. Almennu friðingarmyndugleikarnir, sum taka avgerðina um at friða kirkjurnar, eiga eisini at gjalda sín part av viðlíkahaldinum, heldur Uni Næs, dómpróstur. Lógin á økinum er frá 1948 og treingir til at vera endurskoða, heldur dómprósturin. Hóast hann viðurkennir týdningin at varðveita gomlu kirkjurnar, so tað ikki fremsta uppgávan hjá kirkjuni. Tá ið úrslitið var kunngjørt vóru tey sum atkvøddu ja góð 1,2 milliónir fleiri í tali enn tey, sum atkvøddu nei, meðan 600.000 atkvøður ikki vóru taldar. Fleiri klagur hava verið um atkvøðusnýt, eisini frá flokkinum hjá forsetanum sjálvum AKP, tí valnevndin ikki hevði stempla allar aktvøðuseðlar, soleiðis, sum hon átti at gera. Andstøðan hjá Erdogan vil vera við, at ein triðingur av atkvøðunum eru falskar, tí hesar einki stempul hava. Men G ven segði, at valnevndin hevði gjørt av, at óstemplaðar atkvøður skuldu telja við, uttan so, at tað kundi prógvast, at tær vóru svikaligar. At hendan avgerðin er tikin í síðstu løtu setur stórar spurningar við, um atkvøðan skal vera í gildi, sigur andstøðan. Men valnevndin vil vera við, at avgerðin varð tikin áðrenn úrslitini komu inn, og at eygleiðarar hjá AKP og andstøðuni vóru til staðar á øllum atkvøðustøðum. Smáar 60 milliónir fólk hava valrætt í Turkalandi, og tí tekur fínteljingin eina góða viku. Alemnnu úrslitini væntast at vera klár um einar 11 12 dagar. Úrslitið gevur, sum sagt, forsetanum møguleika at kollvelta ovasta valdið í Turkalandi. Landið verður broytt frá parlamentariskum fólkaræði til eina forsetarepublikk. Og tað verður sagt at vera størsta broyting í søguni hjá Turkalandi, síðan tað var stovnað í 1923. Erdogan forseti sigur, at hann alt fyri eitt fer at arbeiða fyri at seta deyðarevsing í gildi aftur. Um neyðugt, skal henda broyting eisini fyri eina fólkaatkvøðu. Hildið verður, at siðvenjan hevur sín uppruna í Týsklandi, har fólk í síni tíð trúðu uppá Eoster, sum er anglo saksiska gudinnan fyri fruktabæri. Eitt nú rullaði amerikanski forsetin Donald Trump páskaregg á grasvøllinum uttanfyri hvítu húsini á árligu White House Easter Egg Roll fyri løtu síðan. Embla er heitið á nýggjari norðurlendskari matvirðisløn, sum bóndafeløgini í norðurlondum standa á odda fyri. Føroyar luttaka í bólkunum Mathandverkarin 2017, Rávøruframleiðarin 2017, Matsamskiftarin 2017 og Matferðamál 2017. Eftir áheitan frá Norðurlandaráðnum hava bóndafeløgini í Danmark, Svøríki, Føroyum, Íslandi, Finnlandi, Álandi og Noregi átikið sær at skipa eina virðisløn, sum setur tað staðbundna í miðdepilin. Endamálið er at styrkja samanhald og vitan landanna millum, og millum tað fólk, sum dagliga arbeiðir við at framleiða, virka og borðreiða fyri okkum øllum, og at menna tað góða tilfeingi vit hava hjá okkum. EB Streymur Skála legði seg annars á odda stutt fyri hálvleik, men tvey brotsspørk í seinna hálvleiki góvu KÍ møguleika fyri at venda dystinum. Í Klaksvík spældu KÍ og NSÍ javnleik og tað sama gjørdu HB og B36 í Gundadali. Víkingur vann stórsigur á EB Streymi, Suðringar gjørdu sítt á heimavølli móti Skála, og í Fuglafirði megnaði 07 Vestur í evstu løtu av hála ársins fyrsta sigur í hús. EB Streymur Víkingur 1 5 1 0 Leif Niclasen 45 1 1 Atli Gregersen 51 1 2 Gunnar Vatnhamar 66 1 3 Adeshina Lawal br. 70 1 4 Hanus Jacobsen br. 81 1 5 Sølvi Vatnhamar 90 leygardagin 22. apríl Skála ÍF sunnudagin 23. apríl NSÍ HB sunnudagin 23. apríl EB Streymur 07 Vestur sunnudagin 23. apríl Suðuroyaliðið B36 sunnudagin 23. apríl Víkingur KÍ Vit hoyra 1. part av bókini Malla ræður. Selma Lønning Aarø hevur skrivað og Vagnur Streymoy týddi úr norskum. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2017. Elin á Rógvi lesur. Vit hoyra 2. part av bókini Malla ræður. Selma Lønning Aarø hevur skrivað og Vagnur Streymoy týddi úr norskum. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2017. Elin á Rógvi lesur. Vit hoyra 3. part av bókini Malla ræður. Selma Lønning Aarø hevur skrivað og Vagnur Streymoy týddi úr norskum. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2017. Elin á Rógvi lesur. Í dag fer samgongan til Suðuroyar við tí endamáli at leggja seinastu hond á uppskotið hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum um at skipa fiskivinnuna av nýggjum á nýggjárinum. Neyðugt er at laga upprunaliga uppskotið til, so øll í samgonguni taka undir við tí. Royndin at fáa breiðari semju um uppskotið enn tær 17 atkvøðurnar hjá samgonguni og Sonju Jógvansdóttur, uttanflokkatingkvinnu, tykist vera farin fyri skeytið. Men undirtøka tykist vera í samgonguni fyri fleiri pørtum í uppskotinum hjá Høgna Hoydali, eitt nú at strika fiskidagarnar og seta kvotur í staðin fyri. Ivasamt er, um suðuroyartingmenninir hjá Javnaðarflokkinum, Bjarni Hammer og Kristin Michelsen, og Hanna Jensen, tingkvinna fyri Framsókn, taka undir við uppskotinum um at selja stóran part av fiskirættindunum á uppboði. Samstundis arbeiðir Sambandsflokkurin við at gera sítt uppskot um fiskivinnunýskipan til eitt lógaruppskot. Og Fólkaflokkurin hevur longu tvey uppskot um fiskivinnuna í Løgtinginum. Annað er lógaruppskot um fyrisiting av fiskiríkidømi, har sum Fólkaflokkurin vil hava nógvar meginreglur í lógini um vinnuligan fiskiskap frá 1994 førdar víðari eftir 1. januar 2018, millum annað fiskidagar. Fólkaflokkurin hevur eisini ein trygdarventil, um tað ikki eydnast Løgtinginum at samtykkja nakra nýskipan fyri nýggjár. Tá mælir flokkurin til at leingja galdandi lóg trý ár, til 31. desemer í 2020. Næsti tingfundur verður hósdagin. Menniskjasmuglararar gjørdu sær dælt av góða veðrinum fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin og sendu fleiri túsund fólk avstað í smábátum við leið móti Evropa. Bjargingarskip tóku yvir 8.300 fólk upp, men ikki øll hóraðu undan ferðini um havið. Átta fólk hava latið lív, sigur Carlotta Sami, talskvinna fyri flóttafólkaskrivstovuna hjá ST. Sambært Altjóða Felagsskapinum fyri Fólkaflyting eru útvið 32.000 flóttafólk komin til Evropa higartil í ár. Yvir 650 eru antin deyð ella ikki afturíafturkomin, sigur Reuters tíðindastovan. Turkiska stjórnin ætlar at leingja undantaksstøðuna í landinum. Tað upplýsti turkiski varaforsætisráðharrin, Nurman Kurtulmus, í gjár. Tað hendir dagin eftir, at ein meiriluti av fólkinum atkvøddi ja fyri at broyta stjórnarskipanina í landinum og geva forsetanum meira vald. Tað skrivar DR. Eftir kvettroyndina í juli ásetti forsetin undantaksstøðu í landinum í fimm dagar. Síðan tá er undantaksstøðan longd tvær ferðir. Seinastu ferð var 3. januar í ár. Undantaksstøðan gevur stjórnarflokkinum, AKP, heimild til at seta nýggjar lógir í gildi uttan um tjóðartingið. Eisini kann stjórnin avmarka talufrælsið hjá borgarunum og frælsið at savna seg í størri bólkar. Síðan kvettroyndina eru yvir 40.000 fólk handtikin og 125.000 almenn starvsfólk eru koyrd úr starvi. Tjóðartingið verður savnað í dag at umrøða undantaksastøðuna í Turkalandi. Broytingin í stjórnarskipanini, sum varð samtykt á fólkaatkvøðu sunnudagin, fer at geva forsetanum enn størri vald. Millum annað kann hann útnevna allar ráðharrar uttan at tjóðartingið skal góðkenna teir. Hann kann eisini seta undantaksstøðu í verk og koyra tjóðartingið frá. Malena Sigurgeirsdóttir rekur saman við starvsfelaga sínum, Jessicu, fyritøkuna Dare To Eat. Tær framleiða orkubitar úr ymsum fruktum, nøtum og insektmjøli. Í morgun tosa vit við Berghild Muller Thomsen, sum lesur til tannlækna í Póllandi. Hon er tann fyrsti føroyingurin, sum lesur til tannlækna í Póllandi. Krígshóttan á Skálafjørðinum er frásøgn um eina hending 20. juni 1940, tá bretsk og svensk herskip mundu brostið saman á Skálafjørðinum. Svensku skipini vóru á veg úr Italia til Svøríkis, men leitaðu sær fyrst til Føroya. Bretska stjórnin avgjørdi, at bretarnir í Føroyum skuldu taka svensku skipini. Svenski kommandørurin gav skipini yvir, tí hann annars óttaðist fyri fylgjunum. Bretarnir sleptu skipunum aftur og Hagman kommandørkapteynur kom til Gøteborg við flotanum. Men hann fekk onga glæsiliga móttøku og varð settur fyri krígsrætt. Bretar skulu longu á val aftur um minni enn tveir mánaðir. Tað hevur Theresa May, bretski forsætisráðharrin, kunngjørt á tíðindafundi fyri løtu síðani uttan fyri Downing Street 10. Okkum nýtist at vera samd, men vit eru spjødd. Landið savnar seg, men tað ger parlamentið ikki, segði bretski forsætisráðharrin millum annað á tíðindafundinum fyri løtu síðani. Grundin til, at bretar longu nú skulu á val aftur, er úrslitið av Brexit fólkaatkvøðuni, tá bretar søgdu ja til at taka seg úr ES. Theresa May hevur áður avvíst, at val í úrtíð verður í Bretlandi. Tilgongdin hjá bretum, at fara úr ES, byrjaði miðskeiðis í mars, tá ES sendiharrin í Bretlandi gav Donaldi Tusk, forseta í ES, boð um, at Bretland tá fór undir fyrireikingarnar at taka seg úr ES. Tað var í fjørsummar, at ein meiriluti av bretska fólkinum atkvøddi fyri at Bretland skal fara úr Evropasamveldinum. Úrslitið av fólkaatkvøðuni í Bretlandi kom óvæntað á bretar. Táverandi bretski forsætisráðharrin, David Cameron, avgjørdi at leggja frá sær í juli í fjør, tí hann hevði heitt á bretska fólkið um at atkvøða fyri at Bretlandi varð verandi í ES. Bygdarráðið í Hvalba hevur samtykt at gera ymiskar broytingar viðvíkjandi grótbrotinum í Hvalba. Frameftir skal grótið bara brúkast til arbeiði hjá Hvalbiar Kommunu og til nýbygging í kommununi. Grót til onnur endamál má útvegast í Porkeri, sigur Janus Thomsen, borgarstjóri í Hvalba. Grótbrotið í Hvalba er lítið, og kommunan metir ikki grundarlag vera fyri at seta fólk í starv til at reka grótbrotið. Kannað verður nú, um eitt hospice skal gerast í Føroyum. Eitt hospice er eitt heim fyri deyðsjúk fólk. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, fer í næstum at seta ein bólk við avvarðandi pørtum og myndugleikum at endurskoða palliativa økið og gera eitt tilmæli um, hvussu økið eigur at verða skipað í framtíðini. Í hesum sambandi skal støða eisini takast til, hvussu tilboðið til heimabúgvandi sjúklingar, sum hava tørv á palliatión, kann styrkjast sum ein landsfevnandi skipan. Palliativ viðgerð er viðgerð, sum er linnandi, men ikki lekjandi. Eisini er ætlanin, at bólkurin skal taka støðu til, um eitt hospice skal setast á stovn í Føroyum, og um so er, hvussu tað skal skipast. Sirið Stenberg hevur svarað Katrini Kallsberg, løgtingskvinnu, sum spurdi millum annað, um skipanin við palliativa toyminum og palliativu eindini er eftirmett. Palliativa toymið varð stovnað í 2005 og palliativa eindin í 2008. Enn hevur ongin formlig eftirmeting verið. Viðvíkandi tilboði til heimabúgvandi sjúklingar, sum hava tørv á palliatión, verður tað latið í samstarvi millum heimasjúkrarøktarfrøðingar og heimahjálp, sum fáa professionellan stuðul frá palliativa toyminum. Eisini kann hugsast, at røktarheim fáa regluliga undirvísing í palliatión, sigur landsstýriskvinnan. Sirið Stenberg sigur eisini, at hon hevur verið í sambandi við avvarðandi leiðslu á Landssjúkrahúsinum um tað palliativa økið og tørvin á at seta á stovn eitt hospice í Føroyum. Partarnir eru samdir um, at tørvur er á at endurskoða økið, sigur Sirið Stenberg. Trongisvágsbotnur er illa dálkaður av plasti og øðrum. Ruddingin fer eisini at varpa ljós á plastdálkingina, sum kemur rekandi frá sjónum og inn í Trongisvágsbotn. Psykolognævnet kann eisini skerpa eftirlitið, um ein sálarfrøðingur hevur víst álvarsamt ella afturvendandi atfinningarsamt fakligt virksemi. Eisini verður skotið upp, at avgerðir hjá Psykolognævnet um álvarsamar atfinningar, faklig boð og skerpað eftirlit verða almannakunngjørdar. Hóast Felagið føroyskir sálarfrøðingar mælti frá, varð lógaruppskotið ikki broytt. Heilsumálaráðið sigur, at sum er fáa føroyskir myndugleikar ikki at vita, tá Psykolognævnet finst at sálarfrøðingum í Føroyum. Tí er tað ein fyrimunur, at avgerðirnar hjá Psykolognævnet verða almennar, tí so kunnu myndugleikarnir í Føroyum kunna seg tann vegin. Felagið føroyskir sálarfrøðingar sigur tað vera umráðandi, at føroyskir myndugleikar legga upp fyri, hvussu avgerðirnar hjá Psykolognævnet verða nýttar og almannakunngjørdar í Føroyum. Innanríkisráðið í Fraklandi upplýsir, at tveir menn eru handtiknir í Marseille, fyri at hava ætlanir um at fremja álop í sambandi við franska forsetavalið sunnudagin. Teir handtiknu eru 23 og 29 ára gamlir, og vórðu handtiknir tíðliga í morgun. Tað segði Matthias Fekl, innanríkisráðharri í Fraklandi, á tíðindafundi seinnapartin. Hesir radikaliseraðu mennnir eru føddir í 1987 og 1993, og hava franskan ríkisborgaraskap, høvdu ætlanir um at fremja álop skjótt, eitt álop á franskari jørð, sigur Matthias Fekl. Fekl sigur, at løgreglan fremur húsarannsóknir og hevur hert trygdina undan forsetavalinum í sambandi við forsetavalið. Fekl segði einki um, hvar ella hvussu menninir ætlaðu at leypa á, skrivar Ritzau. Saman við øðrum fakfeløgum, hava tvey manningarfeløg tikið tað óvanliga stigið at skriva undir yvirlýsing saman við Reiðarafelagnum. Politiskar avgerðir ávirka okkum øll meir ella minni. Summar avgerðir hava beinleiðis ávirkan á, hvussu lívið framyvir háttar sær. Barba Sandá Nielsen og familja hennara hava av álvara upplivað, hvussu ein politisk avgerð kollvelti alt. Barba Sandá Nielsen og mamma hennara, Majken Sandá, greiða frá, tá Adrian kom til verðina. Føðingin gekk ikki, sum hon skuldi. Adrian varð raktur av ilttroti, og av tí at hvørki barnalækni ella skurðlækni var í oynni, fekk Barba ikki ta hjálp, hon og sonurin tørvaðu. Tó var ein fyrrverandi skurðlækni í oynni, sum kundi fremja keisaraskurð. Orsakað av manglandi læknum og útgerðum, var Suðuroyar Sjúkrahús ikki fyrireikað uppá á slíka føðing og tað fekk eisini avleiðingar. Adrian hevur í dag fingið heilaskaða og kemur einki at klára sjálvur. Serfrøðilig tilmæli høvdu áðrenn hendingina ávarað um, at føðideildin á Suðuroyar Sjúkrahúsi ikki var optimal. Men tað varð ikki lurtað eftir hesum fyrr enn skaðin varð hendur. Hendingin fekk avleiðingar stutt eftir, at Barba hevði átt. Føðideildin er í dag stongd, men tó kunnu suðuroyinar eiga í oynni, um støðan er akutt. Um sparingar og skeiv kunning ikki var galdandi á sjúkrahúsinum, hevði skaðin ikki verði hendur. Barba og mamma hennara lýta aftur á tíðina og greiða frá, hvussu tær fóta sær við Adrian í dag. Ágrýtni og fyrigeving er eitt nú ein stórur partur av gongdini. Tað vísir ein veljarakanning hjá The Times, sambært Reuters og Politiken. Tey konservativu fara at fáa 382 sessir av teimum 650 sessunum í parlamentinum. Hetta er ein rættiliga stór framgongd, tí í dag hevur flokkurin 330 sessir. Valserfrøðingurin Michael Thrasher, sigur við The Guardian, at tey konservativu fara at fáa eitt sera gott val. Enn betri enn veljarakanningin sigur. Eftir hansara meting fara tey konservativu at fáa 395 sessir, meðan Labour fær 164 sessir. Flestu veljararnir taka undir við avgerðni hjá Theresu May um at skriva út nýval. Ein meiningarkanning hjá The Guardian ICM vísir, at 55 av teimum spurdu siga seg taka undir við avgerðini, meðan 15 siga seg vera ímóti. Tí er viðmerkt í nøkrum føroyskum vápnaprógvum, at tann, sum hevur fingið prógvið, hevur ikki verið á vápnatrygdarskeiði. Annars er eingin munur á loyvunum at brúka byrsu. Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur svarað Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, sum spurdi, hví nøkur vápnaprógv hava átekningina uttan vápnatrygdarskeið. Løgmaður svarar, at eingin munur er á loyvunum annars. Bæði loyvini geva somu rættindi í Føroyum. Ógreitt er enn, um sama er at siga um rættindini, tá fólk við føroyskum vápnaloyvi søkja um gestavápnaloyvi í øðrum landi. Og tað stendur beinleiðis í vápnalógini, at í vápnaprógvum, sum verða latin uttan trygdarskeið, skal hetta standa í vápnaprógvinum. Orsøkin til hetta frámerki er, sigur løgmaður, at tað kann hava ávirkan á, hvussu tað hepnast landsstýrinum at fáa føroyska vápnaprógvið góðkent uttanlands sum gestavápnaprógv. Fyrispurningur um hetta er komin úr Danmark. Donsku myndugleikarnir siga, at ikki er vist, at teir fara at skyna millum teirra, sum hava tikið vápnatrygdarskeið, og teirra, sum ikki hava tikið vápnatrygdarskeið. Uppskotið um nýggja pensjónsnýskipan kemur ikki fyrr enn í heyst. Tað sigur landsstýriskvinnan í almannamálum, Eyðgunn Samuelsen, við in.fo. Hon sigur, at fiskivinnunýskipanin fer við so nógvari orku, at í politisku skipanini í løtuni, at stundir eru ikki til pensjónsnýskipanina, fyrr enn hetta málið er avgreitt, skrivar in.fo Fyrradagin komu Robert Vilhelmsen og Suni Jacobsen á mál í Boston Marathon. Harvið hava teir klára at runnið marathon í stórbýunum sum eru við í World Marathon Majors. Býirnir eru Boston, London, Berlin, Tokyo, Chicago og New York. Innflutningurin í januar og februar var 1,2 milliardir krónur, sigur Hagstovan. Hetta er 20 prosent meira enn fyrstu tveir mánaðirnar í fjør. Verða skip og flogfør drigin frá, so er innflutningurin minni nevniliga 10 prosent. Tað, sum vit serliga hava innflutt, er brennievni. Ikki endiliga so nógv meira í tonsum, men í prísi. Tað er prísvøksturin á brennievni sum ger, at vøksturin í virði er munandi størri enn vøksturin í tonsum, sigur Hagstovan. Samlaði útflutningurin fyrstu tveir mánaðirnar í ár var 1,5 milliardir krónur. Tað eru 200 milliónir krónur meir enn í fjør sambært tølunum hjá Hagstovu Føroya. Tað eru serliga uppsjóvarsløgini makrelur og sild, sum vit hava útflutt meir av. Hetta er eisini einasti vørubólkur, har útflutningurin er vaksin í nøgd, sigur Hagstovan á heimasíðuni. Í kvøld verður ráðstevna á Havstovuni um veðurfrøðiligar og havfrøðiligar broytingar í havøkinum millum Føroyar og Grønland og ávirkanina á plankton og fisk. Í 2013 2015 játtaði danska stjórnin 10 milliónir krónur til hesi granskingarevni. Umboð fyri Havstovuna, grønlendska náttúruvísindastovnin, DTU og Aarhus Universitet hava skipað granskingararbeiðið. Havstovan hevur staðið fyri leiðslu og umsiting av granskingarprogramminum. Fimm granskarar hava arbeitt við hvør sínum evni, og nú arbeiðið er um at vera liðugt, verður tikið samanum. Tað sigur í øllum førum Erdogan forseti sjálvur. Hann vísir aftur, at broytingarnar í stjórnarskipanini snúgva seg um hansara egna persónliga vinning. Hann sigur, tær snúgva seg um eina umskapan av demokratisku søguni hjá Turkalandi. At Erdogan fær størri vald og heimildir við broytingunum í stjórnarskipanini gera ikki, at hann verður einaræðisharri, leggur hann sjálvur dent á. Tey støðini, sum hava einaveldi, hava ikki skipanir við forsetaembæti. Fólkaræðið fær sína styrki frá fólkinum. Tað er tað, sum vit kalla viljin hjá tjóðini, sigur Erdogan við CNN. Tað var sunnudagin, at ein tepur meiriluti á fólkaatkvøðu í Turkalandi atkvøddi fyri at broyta stjórnarskipanina. Til samans 18 broytingar verða gjørdar. Millum annað at Erdogan kann sita sum forseti heilt til 2029, um hann vinnur næstu valini. Hann kann seta í verk undantaksstøðu og senda tingið til hús. Hann kann gera fíggjarlógir og velja flestu av ovastu dómarunum. Sjálvur letur Erdogan seg ikki órógva av, at broytingarnar vórðu samtyktar av teprum meiriluta. Ein sigur er ein sigur. Tað ger tað sama, um tú vinnur 1 0 ella 5 0. Fremsta málið er at vinna dystin, sigur forsetin, Recep Tayyip Erdogan, við sjónvarpsstøðina, CNN. Altjóða valeygleiðarar og Evroparáðið hava eftir fólkaatkvøðuna funnist at, at tey, sum eru ímóti broytingunum í stjórnarskipanini, høvdu ikki somu møguleikar at fáa boðskapin út til veljararnar. Seinasta freist at søkja størvini var mánadagin. Trý fólk hava søkt starvið sum stjóri á Landsbókasavninum, og fýra hava søkt stjórastarvið á Tjóðsavninum. Søkt varð eftir stjórum til Landsbókasavnið og Tjóðsavnið eftir at Søvn Landsins herfyri vórðu skild sundur aftur og stjórin á Søvnum Landsins varð fluttur í annað starv. Setanarbólkar verður nú settir at viðgera innkomnu umsóknirnar til størvini. Bólkarnir gera síðani innstilling til landsstýriskvinnuna, sum so avger, hvør skal setast í starv. Kvotan verður avgerandi fyri prísin. Prísurin nú er einki at reypa av, hvørki fyri fiskin ella fyri mjølið, sum verður gjørt úr honum, sigur stjórin á Havsbrún, Odd Eliasen. Skipini, sum landa í Fuglafirði, fáa 1,10 krónur fyri kilo. Prísurin var tvær krónur í desember í fjør. Er prísurin komin á botn nu Dia Midjord, sum fyllir 50 ár í juni, vil í løtuni ikki greiða frá, hví hann ikki hevur hug at halda fram sum stjóri fyri Kringvarp Føroya. Starvið sum stjóri fyri Kringvarpið er áramálssett í fimm ár. Starvið er lønt samsvarandi 38. lønarflokki í avtalu millum Tænastumannafelag Landsins og Fíggjarmálaráðið, tó uttan at verða tænastumannastarv. Afturat hesum verður latin ein iviðbót fyri áramálssetan. Stjórin hevur dagligu programmábyrgdina og røkir fyrisitingarligu og búskaparligu leiðsluna av Kringvarpi Føroya. Sambært lýsingini skal stjórin vera savnandi, myndandi og skal ganga á odda fyri stovnin. Stjórin skal hava viðkomandi leiðsluroyndir, viðkomandi miðallanga ella langa útbúgving, innlit í føroyska mentan, samfelagsviðurskifti og greiða fatan av public service uppgávum Kringvarpsins. Eisini skal stjórin megna at leiða og skapa eldhuga hjá starvsfólkunum, at fylgja settum málum og støðugt at taka við nýggjum avbjóðingum. Freistin at søkja stjórastarvið er 19. mai, og nýggi stjórin byrjar í starvinum 1. august. Í kvøld hoyra vit millum annað Vandringsmenn við Odd Arne Halaas og og French Song við Poul Jakku Lundsbjerg og Hóraldi Joensen. Lagt til rættis Hanna og Terji Jakobsen leggja til rættis. Í sendingini hoyra vit páskaligan tónleik. Tónleikur eftir eitt nú Bach, Thomas Tallis Rimskij Korsakof. Lagt til rættis Angelika Nielsen. Løgmaður, landsstýrisfólkini og løgtingslimirnir hjá teimum trimum samgonguflokkunum hava í gjár og fyrrapartin sitið á fundi á Seglloftinum á Tvøroyri. Samgongulimir og landsstýrisfólk halda øll kortini tætt inn at kroppinum, og vísa til samgonguleiðararnar, sum heldur ikki vilja gera viðmerkingar. Samráðst verður til klokkan fimm seinnapartin í dag. Tá ætlar Aksel V. Johannesen, løgmaður, at hava eina semju við sær norður um fjørðin. Parlamentið í London hevur fyri løtu síðani við 522 atkvøðum fyri og 12 ímóti atkvøtt fyri, at bretar skulu á val 8. juni í summar, skrivar tíðindastovan hjá Ritzau. Sostatt er greiður meiriluti fyri, at bretar skulu á val í úrtíð í summar. Í minsta lagi tveir triðingar av øllum atkvøðunum í undirhúsinum skuldu atkvøða fyri, at val kann útskrivast. Theresa May, forsætisráðharri, sigur orsøkina til valið í úrtíð vera, at meðan landið savnar seg í kjalarvørrinum á Brexit ger parlamentið júst tað øvugta. Konservativi flokkurin við Theresu May á odda fer at vinna stórsigur á valinum í juni, vísir ein nýggj meiningakanning, blaðið The Times hevur gjørt. Konservativi flokkurin fær, sambært meiningakanningini, 382 av teimum 650 sessunum í undirhúsinum. Flokkurin hevur í dag 330 sessir. Størsti andstøðuflokkurin, Labour, fær 179 sessir, vísir kanningin. Tað er ein munandi afturgongd, tí sum er hevur Labour 229 sessir í undirhúsinum. Summir festivalar snúgva seg um meira enn bara tónleikanøvnini, ið framføra. Kanska passar eingin festivalur betur til hesa lýsing enn G festivalurin. Soleiðis skrivar heimskendi miðilin CNN á heimasíðuni um G festivalin í sambandi við, at CNN hevur kosið G at vera millum 16 teir bestu festivalarnar í heiminum. Í síni lýsing av G festivalinum, skrivar CNN, at tað er serliga staðsetingin av G á sandinum í Syðrugøtu, millum kringliggjandi fjøllini og fevnandi Atlantshavið, ið ger, at festivalurin hevur vunnið seg upp millum heimsins bestu. Fyriskipararnir av G festivalinum eru, sum vera mann, ovurfegnir um flotta skotsmálið, ið G fær av einum av heimsins størstu fjølmiðlum. Sigvør Laksá heldur, at góða ummælið frá CNN er ein staðfesting av, at tað loysir seg at hava G í náttúruvøkru Syðrugøtu, hóast tað hevur nakrar avbjóðingar við sær fyri fyriskipararnar. Eitt nú hevur Sandurin ofta staðið undir í sjógvi, og neyðugt hevur verið at tikið pallin niður. Hóast tað er ein avbjóðing fyri okkum, sum stíla fyri, so eru tað serliga vøkru umstøðurnar, ið standa eftir hjá útlendsku genstunum, sigur Sigvør Laksá, stjóri, við útvarpið. G stjórin heldur eisini, at góða skoðsmálið er eitt úrslit av, at G festivalurin øll árini hevur lagt seg eftir at bjóða útlendskum journalistum til festivalin og hevur, ikki minst, tikið væl ímóti teimum. Løgreglan hevur ikki funnið mannin, sum fór til rýmingar úr varðhaldinum í Mjørkadali um fimm tíðina í gjár. Leitað hevur verið við hundum í nátt, og nú klokkan sjey verður aftur leitað, og tá verður tað saman við bjargingarfeløgunum í Kollafirði og í Tórshavn. Maðurin, sum er rýmdur, er 37 ára gamal, umleið 1,90 metur høgur, heldur boygdur í bygnaði, hann er tunnhærdur og hevur mána og var í einum svørtum fleecejakka og svørtum buksum. Hoyr samrøðuna við Rana Wardum, vaktleiðara á politistøðini, sum útvarpið tosaði við fyrr í morgun. Løgmaður ætlaði, at semja skuldi verða áðrenn Smyril fór norð til Havnar í gjár, men tað eyðnaðist ikki. Nøkur samgongufólk fór norð við Smyrli í gjár, meðan floksformennirnir, formennirnir í tingbólkunum og onnur vórðu verandi á Tvøroyri, og hildu fram at fundast. Fundast varð til umleið klokkan trý í nátt, men ongin semja varð funnin. Samgongufólkini komu norð við Smyrli í morgun, tí nevndarfundir eru klokkan 9, og løgtingsfundur er klokkan 13 30. Løgreglan leitaði eftir manninum við hundum í nátt, og í morgun vórðu bjargingarfelagið í Kollafirði og í Tórshavn boðsend at koma til hjálpar. Veðrið var ikki heilt til vildar, so undirtøkan var ikki eins stór, sum fyrireikararnir høvdu væntað. Tó vóru fleiri skúlanæmingar og fólk annars, sum tóku av tilboðnum og fingu sær mjólk og skúlabreyð Bindifestivalurin í Fuglafirði hevur eina víttfevnandi skrá, har sjálvandi binding er tað savnandi, men har verða kvøldsetur, fyrilestrar, gongutúrar, tónleikur og mangt annað. Byrjað verður longu mikukvøldið í Mentanarhúsinum, har fólk kunnu keypa armbond sum atgongumerki, men annars byrjar sjálvur bindifestivalurin hósmorgunin, sigur eileen Eidesgaard, fyriskipari. Suðuroyggin er í serstøðu, og eg vil ikki vera mintur sum tann, ið niðurlagaði virksemið í Suðuroynni, sigur Kristin Michelsen, sum ikki vil gera bandaða samrøðu við útvarpið. Miðalhitin á jørðini í fjør var 14.8 hitastig. Hetta er tað mesta menn vita um seinastu 150 árini mátingar eru gjørdar. Bogi Hansen, havfrøðing, hevur í ein mansaldur granska havið. Hann hevur skrivað fleiri bøkur, millum annað um veðurlagsbroytingar, og hann hevur eisini verið við til at meta seinastu frágreiðingina frá altjóða veðurlagsgranskingarstovninum IPCC. Maðurin, sum flýddi úr Mjørkadali, er komin til Føroya, sum partur av fyrireikingunum til at hann skal útslúsast úr fongslinum í Danmark. Martin Gravesen, stjóri fyri arrestina í Mjørkadali, heldur fast um, at trygdin í arrestini er góð. Forlagið Sprotin gav út bókina í 2015, Edward Fuglø hevur gjørt kápumyndina til føroysku útgávuna. Sonja Kjølbro hevur staðið fyri umbótingini. Forlagið Sprotin gav út bókina í 2015, Edward Fuglø hevur gjørt kápumyndina til føroysku útgávuna. Sonja Kjølbro hevur staðið fyri umbótingini. Forlagið Sprotin gav út bókina í 2015, Edward Fuglø hevur gjørt kápumyndina til føroysku útgávuna. Sonja Kjølbro hevur staðið fyri umbótingini. Tá ið onkur sigur, at eg ikki kann, so vil eg tað uppaftur meir. Orðini eigur Martin Johannesen, sum er spastikari. Sparta hesaferð er til racerunning venjing á Svangaskarði, har hann og Levi Hanusarson fyrireika seg til kapping í Danmark í summar. Ítróttakalendarin bjóðar millum annað FM finalur í hondbólti og stóra FM dagin í badminton, borðtennis og judo. Um illa vil til hjá NSÍ, so er vansi fyri at FM heitið næstan er gloppið áðrenn kappingin veruliga er farin ígongd. Næstan so bersøgin er Leivur í dagsins fótbóltsprátið. Vøksturin hjá reiðaríum skal avmarkast, sigur landsstýrið. Grundgevingin er, at stórar fyritøkur kunnu spilla kappingina og ávirka politikarar. Men, stór ósemja er um hvussu strammar hesar avamarkingar skulu vera. Serfrøðingar, vinnulívsfólk, andstøðupolitikarar og onkrir samgongupolitikarar leggja dent á, at ræðslan fyri stórum reiðaríum er ógrundað og at tað tvørturímóti kunnu vera búskaparligir fyrimunir við at geva teimum rúm at vaksa. Breaking Windows var ein afturvendandi yvirskrift í USA um aldarskifti. Og tað vóru ikki vanlig glasvindeygu, sum skuldu brótast. Talan var um teldustýrisskipanina Windows hjá KT risanum Microsoft. Tendraði tú eina teldu í 90 unum var tað í fleiri enn 9 av 10 førum at Windows kom fram á skíggjan. Microsoft átti tá heili 95 prosent av marknaðinum fyri stýrisskipanir, og eigarin Bill Gates var vorðin ríkasti maður í heiminum av tí sama. Harafturat hevði atburðurin hjá Microsoft yvirfyri øðrum veitarum ikki verið fyrimyndarligur. Í onkrum føri var fyritøkan løgd undir at beina fyri smærri kappingarneytum. Monopolstøðan og monopolistiski atburðurin hóvaði ikki amerikonsku myndugleikunum. Microsoft var dømt at deila Windows forritið við aðrar fyritøkur og harvið at minka um sín marknaðarpart. Í flestu londum, sum hava marknaðarbúskap er tað púra vanligt, at kappingarreglur forða fyri, at einstakar fyritøkur fáa ov stóran marknaðarpart ella at tær á onkran hátt fáa fastatøkur í politisku skipanini. USA móti Microsoft er kanska mest glæsiliga dømi um, at sonevndar antitrust reglur hava verið brúktar at tálma vøkstrinum hjá eini fyritøku. Í Føroyum hava vit nógv dømi um, at fáar og stórar fyritøkur ráða á einum marknaði. Hetta er galdandi fyri eitt nú peningastovnar, tryggingarveitarar, heilsølur, oljuveitarar, alifyritøkur og mangt annað. Í fiskivinnuni sleppa reiðarí í dag at hava ræði á millum 20 og 35 prosent av veiðirættindunum, alt eftir hvønn skipabólk talan er um. Men, í sambandi við fiskivinnunýskipanina ætla bæði samgongan og sambandsflokkurin at herða avmarkingarnar. Men KT vinnan í USA og fiskivinnan í Føroyum eru ikki heilt tað sama. Hjá Microsoft var talan um eina reiðiliga monopolstøðu. Soleiðis er ikki í føroysku fiskivinnuni í dag. Ein av høvuðsorsøkunum til sakina móti Microsoft var, at støðan kundi ganga út yvir amerikanska brúkaran. Hetta er heldur ikki viðkomandi í føroysku fiskivinnuni, tí politiska skipanin noyðist ikki at verja føroyska brúkaran móti reiðaríunum. Nógv størsti parturin av fiskinum, sum føroysk skip fiska, verður fluttur av landinum, og kemur sostatt ongantíð í samband við føroyska brúkaran. Men hvørjir eru so fyrimunir og vansar við at leggja avmarkingar á, hvussu stóran part av veiðirættindunum einstøk reiðarí sleppa at hava Fleiri serfrøðingar hava víst á, at strangar anti trust avmarkingar kunnu ganga út yvir kappingina á eini møguligari uppboðssølu, tí tey, sum hava rakt hámarkið, ikki sleppa at luttaka á uppboðssøluni. Avmarkingarnar kunnu eisini forða fyri, at samfelagið fær ágóðar av stórrakstri, eitt nú at fleiri fólk við hægri útbúgving verða sett í starv, ella at vinnan av sínum eintingum fer í gongd við at menna nýggjar vørur. Nýskipanarnevndin nevnir í sínum áliti, at ein greið andsøgn er millum at avmarka støddina á fyritøkunum, og samstundis vilja hava virðisøking í fiskivinnuni. Hinvegin er tað bara parturin av veiðirættindunum hjá einum reiðaríi ikki sjálvt virði á reiðarínum sum verður avmarkað. Tí er tað, á pappírinum, eingin avmarking í sambandi við menning av nýggjum vørum, og tí skuldi virðisøking verið møgulig, og enntá gagnlig, tá eitt reiðarí hevur rakt hámarkið. Men, tað er ein sannroynd, at størri fyritøkur hava betri førleika og orku at fara undir tílíkt royndarvirksemi, og tí er eingin ivi um, at anti trust avmarkingar kunnu ganga út yvir virðisøkingina. Ein av teimum er, at spjaða samfelagsbúskaparliga váðan, skuldi tað verið, at vinnan fekk eitt álvarsligt bakkast. Letur landið øll egg í eina kurv tað vil siga, at ein fyritøka fær ræði á ov nógvum í senn, og henda kemur illa fyri, so hevur tað størri samfelagsligar avleiðingar, enn um virksemi er býtt millum fleiri fyritøkur. Eins og tað kann skeikla kappingina at hava ov strangar avmarkingar, so kann tað eisini ávirka kappingina, um kappingarreglurnar eru ov lagaligar. Antitrust avmarkingar kunnu sostatt eisini brúkast at stimbra kappingina, tí tær forða fyri, at tilfeingi endar á fáum hondum, og tryggja harvið eina fríari atgongdin til fiskivinnuna. Og so er tað tann meira samfelagsliga ella politiska grundgevingin at um fyritøkur vera ov stórar, so kunnu tær leggja trýst á politisku skipanina, og í ringasta føri skeikla fólkaræði. Eisini hevur verið ført fram, at marknaðurin kann regulerast á annan hátt enn við antitrust avmarkingum. Kappingarregulerandi ásetingar og eitt styrkt kappingareftirlit kunnu møguliga eins væl og antitrust forða fyri, at kappingin ella politiska skipanin verður skeikla av stórum fyritøkum. Kjakið um antitrust er ein endurspegling av kjakinum um marknaðarbúskap sum heild. Marknaðurin kann ikki fáa púra fríar ræsur, men ov nógv regulering hevur við sær, at marknaðartreytirnar ikki sleppa til sín rætt. Rætta loysnin er sostatt ein millumvegur. Tað sama kann sigast um støddina á fyritøkum. Sleppa tær ótarnaðar at vaksa, kann tað hava samfelagsligsbúskaparligar ella politiskar avleiðingar. Men verður vøksturin tálmaður ov nógv, kann tað undirgrava upprunaliga endamálið, sum er at skapa lønsemi í vinnuni. Tað tykist vera rættiliga breið politisk semja um, at onkur avmarking skal leggjast á reiðaríini. Ósemja er tó bæði um, hví avmarkingarnar hava týdning, og eisini um, hvussu høgt ella lágt hámarkið skal setast. Tíverri er eingin vinnuligur ella búskaparligur svarlisti, sum hevur rætta prosenttalið, og tí verður hetta ein politiskur spurningur. Fyrsta uppskotið hjá samgonguni var, at einstøk reiðarí bara kunnu hava ræði á 12 prosentum av øllum veiðirættindum og millum 15 og 35 prosent av einstøkum fiskasløgum. Sambandsflokkurin vil geva fyritøkum eitt sindur størri rásarúm við 15 prosentum av samlaðu veiðirættindunum og 30 prosent av einstøkum fiskasløgum. Fólkaflokkurin skjýtur upp at verandi avmarkingar, sum liggja millum 20 og 35 prosent býtt á skipabólkar, heldur fram. USA kannar í løtuni ymsar mátar at leggja trýst á Norðurkorea. Tað verður gjørt sum liður í spurninginum um kjarnorkumenningarætlanina hjá landinum. Kannað verður millum annað, um tað var rætt at strika Norðurkorea av einum amerikonskum lista yvir øll heimsins lond, sum stuðla yvirgangi. Stjórnin í USA hevur áður tosað um, at landið fer at skjóta niður allar royndarrakettir hjá Norðurkorea. Endamálið er at leggja trýst á Norðurkorea, so sleppast kann undan kríggi. Vit kanna støðuna hjá Norðurkorea bæði tá tað snýr seg um at stuðla yvirgangi, og hvussu vit kunnu leggja trýst á stýrið í Pyongyang. Vit kanna neyvt allar møguleikar. Tað sigur amerikanski uttanríkisráðharrin, Rex Tillerson, sambært tíðindastovuni hjá Reuters. Tillerson vónar, at nýggjar samráðingar kunnu fáast í lag við Norðurkorea. Síggja vit nøkur tekin um álop á okkara heimsvald, fara vit eirindaleyst at leypa á amerikonsku hermegina sigur Sin Hong chol, uttanríkisráðharri í Norðurkorea, sambært Al Jazeera . Í Snipp snapp eru teknifilmar, ið eru ætlaðir smáum børnum. Hesaferð eru teknirøðirnar Eingilina, Pororo og L fyri lomb. Snipp snapp er hvørt mikukvøld, leygarkvøld og sunnumorgnar. Skúlabólkurin í Býlingshúsinum á Ternuryggi er á vitjan. Tey hava lurtað eftir bókini Malla ræður, sum hevur verið at hoyra í barnútvarpinum. Tey siga frá skúlabólkinum og siga sína hugsa um at vera vaksin. Vinnarin av Løgmanssteypinum, KÍ, skal spæla ímóti NSÍ og í hinari hálvfinaluni verður grannauppgerð í høvuðsstaðnum. 10 05 2017 B36 HB 10 05 2017 KÍ NSÍ 25 05 2017 HB B36 25 05 2017 NSÍ HB Ferðslutrupulleikarnir eru ikki loystir, sum nú er. Og tað hevur skund, at landið játtar pengarnar, sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Havn. Morgunsendingin skiftir orð við Henriettu Hammer, marknaðarsamskipara hjá Poul Hansen, heilsølu, ið eigur Á samtakið, og David Rodriguez, ið er Too Good To Go ráðgevi í Føroyum. Semja fekst ikki hósmorgunin, og tá formenninir í samgonguflokkunum hittust aftur hósdagin, átók løgmaður sær at finna eitt semjugrundarlag eisini í sínum egna flokki. Síðani koma løgmaður aftur við einum uppskoti um, hvar semjan kundi vera, og í Framsókn sóu vit møguleikar fyri at halda fram, men nakað skriv frá Javnaðarflokkinum hava vit ikki fingið, annað enn uppleggið frá løgmanni um, hvar flokkarnir standa, sigur Poul Michelsen í samrøðu við Útvarpið. Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, sigur seg heldur ikki kenna til nakað nýtt uppskot frá Javnaðarflokkinum ella nakað ultimatum, men sigur at samskiftið hevur verið millum floksformenninar í samgonguni um ymiskar loysnir. Sakir Tróndarson Frýdal, Pauli Mittúrn, Ári Rúnason, Ragnar Karlson og Pauli Jacobsen, allr ungir dreingir, sum spæla við H71, avgjørdu at fara til gongu úr Havnini til Vestmanna fyri at hyggja eftir fyrra finaludystinum i hondbólti millum VÍF og H71. Allir eru vanir at ganga fjøllini, men vóru ávaraðir um mjørki kom á teir. Mjørkin kom og so vistu teir eisini hvat teir skuldu gera. Frid A. Hansen er norskur sálarfrøðingur. Hon sigur frá teirra arbeiði at varpa ljós á børnini, sum vaksa upp við einari mammu ella pápa, sum drekkur. Hetta skeiklar alt teirra lív og barnið fer at átaka sær skuld og royna at øllum alvi at fáa heimið í rættlag aftur, til tey so aftur eru full. Hetta fær álvarsligar avleiðingar fyri barnið og sæst aftur, tá barnið er eitt vaksið og tá við eitt fær post traumatiskt stress ella als ikki kennir síni egnu mørk, tí vaksin eru farin yvurum teirra mørk. Slíkur socialur arvur skal broytast og tað hendir bert, um vit sum samfelag tosa um skeivleikan og ræðuleikan, at eitt barn hevur ein barndóm fullan av alkoholi og ótryggleika. Løgreglan í Paris hevur eyðmerkt mannin, sum leyp á ein løgreglubil á høvuðsgøtuni Champs Elysees í gjárkvøldið. Ein løgreglumaður doyði, tveir vórðu løstaðir av skotunum og álopsmaðurin sjálvur doyði, tá løgreglan svaraði aftur. Myndugleikarnir vilja ikki nevna mannin við navni, men siga, at hann er 39 ára gamal, búði í útjaðaranum í Paris og var undir illgruna fyri at hava víðgongd islamisk sjónarmið. Franskir fjølmiðlar siga, at álopsmaðurin fyri nøkrum árum síðani sat langan fongsulsdóm fyri at hava latið skot av ímóti løgregluni. Reuters tíðindastovan sigur, at franska løgeglan hevur tikið trý skyldfólk hjá álopsmanninum til avhoyringar. Haraftrat hevur ein maður, ið er undir illgruna fyri at hava samband við álopið, sjálvboðin vent sær til løgregluna í Belgia. Forsetaval verður í Fraklandi sunnudagin, og Bernard Cazeneuve, forsætisráðharri, sigur, at øll trygdartiltøk verða sett í verk fyri at tryggja, at hetta fyrravalumfarið ikki verður órógvað. Dagurin í dag var tann seinasti í valstríðnum, men eftir álopið í Paris siga trý av fýra høvuðsvalevnum, Emmanuel Macron, Francois Fillon and Marine Le Pen, at tey ikki hava hug at halda fleiri valfundir. Fíggingargrunnurin umsitur tann triðingin av bankanum, sum landið eigur, og sum minnilutaparaeigari hevur landsstýriskvinnan ikki møguleika at steðga avgerðini, men nú nevndin í Fíggingargrunninum skuldi veljast av nýggjum, hevur Kristina brúkt høvið at skifta alla nevndina út. Nýggju nevndarlimirnir í Fíggingargrunninum eru Ingibjørg Berg, forkvinna, Marjun Eystberg, John Hendrik Holm og Anfinn Hjelm. Hesi fýra skulu so velja fimta nevndarlimin. Fíggingargrunnurin hevur havt ein lim í nevndini í Bank Nordik, tað er Rúni Poulsen, ið ikki var valdur aftur í nevndina í Fíggingargrunninum. Tí er óvist, um hann verður sitandi í nevndini í Bank Nordik. Innkomuvegurin til Havnar er nú komin í Løgtingið sum fyrispurningur frá Heðini Mortensen, løgtingsmanni, til Hendik Old, landsstýrismann. Heðin Mortensen spyr Henrik Old, um hann ætlar at ganga ynskinum hjá Anniku Olsen, borgarstjóra, á møti, sum kannar møguleikan fyri at ein tunnil verður boraður av Hvítanesi til gamla Oyggjarvegin vestan fyri Auto Service. Landsstýrismaðurin verður eisini spurdur, hvørjar ætlanir hann hevur við innkomuvegnum til Havnar, og um vegurin verður liðugur, tá Eysturoyartunnilin verður tikin í nýtslu. Í viðmerkingunum til fyrispurningin ger Heðin Mortensen vart við avtaluna, hann sum borgarstjóri gjørdi við Henrik Old um innkomuvegin til Havnar, og sigur seg illa duga at síggja, at loysin, Annika Olsen skjýtur upp, fer at lætta nevnivert um ferðslutrýstið. Samtyktin á grannastevnu í Mykinesi um at ferðafólk, ið fara út um bøgarðarnar, skulu gjalda, er nú komin í Løgtingið sum fyrispurningur til løgmann frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir. Hon vil hava at vita, um Aksel V. Johannesen fer at gera álvara av ætlanini at tryggja fólki rætt at ganga í haganum, sum hann nevndi í løgmansrøðuni í fjør, tá hann umrøddi stjórnarskipanina. Løgmaður verður eisini spurdur, um hann ætlar at seta girðingarlógina frá 1937 úr gildi, um hann ætlar at dagføra hana og um munur fer at verða gjørdur á føroyingum og útlendskum ferðafólki. Elsebeth Merdedis Gunnleygsdóttir sigur, at tað neyvan fer at hava stóran týdning fyri tann einstaka, um gjaldið einans verður kravt í Mykinesi. Nakað annað er, um onnur fara at gera tað sama, ella um bøndur fara at gera sum ein ognari norðanfyri og lýsa við, at fólki verður noktað at fara í hagan, sigur hon. At ganga túr í haganum er vorðið væl umtókt seinastu árini, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir og vísir á tann allemandsret , sum er í Noregi og Svøríki, og sum gevur fólki rætt til frítt at ganga í náttúruni. Í Sambandi við, at Tórshavnar kommuna hevur samtykt at seta ferð á verkætlanina at leggja golfvøll á Glyvursnesi, ger Vikuskiftissendingin prát við golfspælaran og næstformannin í Tórshavnar Golffelag, Janus Norðberg. 21. februar varð sprongt inni á Strondum fyri tunlinum til Havnar. Vikuskiftissendingin loddar dýpið á Strondum og spyr borgarstjóran, hvussu støðan er við bústaðarmøguleikum í bygdini, umframt hvørja ávirkan, hann sær fyri sær, tunnilin kemur at hava á økið. Hoyr samrøðuna her. Fyri nøkrum árum síðani var mest óseksuta orði í føroyska málinum kommunalútjavningarskipan og á næstniðasta plássinum lá kommunalreformur. Í hesi vikuni er orðið fiskivinnunýskipan komið við í kappingina um mest óseksuta orði. Men eins óseksut tað kann ljóða eins stóran týdning hevur júst henda nýskipan. Men júst henda skipan hevur fylgt vikuna og kann føra til alt frá løgtingssamtykt til nýval. Og í hesi viku blivu vit ein lítið sindur meiri ein tjóð, nú ein fangi fyri fyrstu ferð ja kanska síðani Páll fanga flýddi, var eftirlýstur og fangaður aftur. Lagt er upp til satt brak í Hoyvíkshøllini tá H71 VÍF bresta sama í FM finalunum. Fyrra finalan var ein sonn mannfólkaroynd og endaðu hoyvíkingar omaná. VÍF skulu vinna fyri at røkka einari evt. triðju finalu. Stóri FM Finaludagurin Borðtennis, Badminton og Judo 22.04 verður víst beinleiðis í sjónvarpinum Hondbóltsfinalurnar Leygardagin 22.04.17 Klokkan 16 00 H71 VÍF menn Stroyming og útvarp Leinkja til dystin. Klokkan 19 30 Neistin Kyndil kvinnur Stroyming Leinkja til dystin er her. Sunnudagin 23.04.17 Klokkan 17 00 Møgulig triðja kvinnufinalan Neistin Kyndil kvinnur Stroyming og útvarp Klokkan 19 00 Møgulig triðja mansfinalan H71 VÍF menn Stroyming og útvarp 5. umfar í Effo deildini 23.04 klokkan 15 00 NS HB Stroyming F 23.04 klokkan 14 15 Bólturin 23.04 klokkan 15 00 Víkingur K tvarp Men í Føroyum er ein líknandi skipan ikki sett á stovn, hóast mælt verður til hetta í áliti frá 2013 um granskingarpolitik, vísur Granskingarráðið nú á. Breið semja er millum politikarar, granskarar og vinnulív í evropa um, at tað er ynskiligt við nógv meira vinnugransking. Endamálið er at skapa størri vøkstur og styrkja kappingarførið við at skapa nýggja vitan, vørur, tænastur og arbeiðspláss. Tað skrivar Granskingarráðið á sínari heimasíðu. Í Horizon 2020, sum er granskingarskráin hjá ES, verður stórur dentur lagdur á at menna vinnugransking, og skipanin veitir bæði ráðgeving og fíggjarligan stuðul millum annað til vinnugransking. Eisini føroyskar fyritøkur hava fingið stuðul úr Horizon 2020. Flestu lond hava nationalar stuðulsskipanir til gransking og menning, har vinnufyritøkur kunnu søkja. Og eisini hava nógv lond serligar skattaskipanir, sum geva fyritøkur rætt til skattafrádrátt, tá tær gera íløgur í gransking og menning. Millum annað hevur ein slík skipan virkað í Noregi og Íslandi í fleiri ár. Har er frádrátturin í løtuni umleið 18 20 av góðkendum útreiðslum til gransking og menning. Í Føroyum ber til hjá vinnufyritøkum at søkja stuðul til gransking og menning úr ymsum grunnum. Men tað finst enn eingin skattafrádráttarskipan. Hetta varð annars partur av granskingarpolitikkinum Vitan og Vøkstur frá 2011. Og í tilmælinum um verksetan av politikkinum frá 2013 varð beinleiðis mælt til at seta eina skattafrádráttarskipan í verk. Granskingarráðið vísur, tó eisini á, at um ein slík skipan skal setast í verk, má hon umhugsast væl. Støða skal millum annað takast til, hvørt tað er vert at brúka orku uppá eins slíka skipan í mun til tað fyrisitingarligu byrðu, sum fylgir við, og eisini er neyðugt at hugsa um samspæl við aðrar skipanir, eitt nú stuðulsskipanir, so stuðul ikki verður latin fleiri ferðir til sama arbeiði. Aðalfundurin hjá umboðsráðnum í Betri samtakinum var á vali í gjár, og stóri spurningurin var, um sitandi formaður Arni D. Brattaberg í fyrsta lagi fór at halda fram í nevndini, og um hann í øðrum lagi slapp at halda fram sum formaður. Arni D. Brattaberg var valdur inn aftur í nevndina, men tá ið nevndin seinni skipaði seg, var tað við Birgir Nielsen sum formanni. Sambandið millum tvær systrar er í vanda, tí ein vermóðir kemur ímillum tær. Ein maður ilskast inná, at alt ídag skal avmyndast, og síðani leggjast á netið. Ein kvinna spyr, um tey sum starvsfólk eiga, kunnu ella skulu stuðla stjóranum, sum er í hjúnarskilnaði. Innleiðandi kappingarnar í borðtennis vóru í Eysturskúlanum í Havn í gjárkvøldið. Nú er greitt, at Fróði Fríðason Jensen, sum hevur tvey føroyameistaraheiti í skjáttuni, møtir Pætur Albinus í finaluni fyri einstaklingar. Pætur hevur einaferð verið føroyameistari og tað var í 2015. Í hálvfinaluni vann Fróði móti superveteraninum Peter Niclasen og Pætur vann móti verandi føroyameistara, sum er Hallur Thorsteinsson. Finalan í dag er ein endurtøka av finaluni í 2015. Tá vann Pætur við settmuninum 4 3 6 11, 11 7, 10 12, 11 7, 10 12, 11 5, 11 9 . Í finaluni í borðtennis hjá kvinnum møtast Henrietta Nielsen, sum spælir í Danmark, og Anna Mikkjalsdóttir úr Trongisvági. Hetta er sætta árið á rað, at 19 ára gamla Anna er í finaluni. Hon var føroyameistari í 2012 og aftur í fjør. Hóast mótstøðan hesa ferð verður dygg, so fer Anna ikki at leggja seg niður, men fer at berjast um hvønn bólt, sigur Borðtennissambandið í skrivi. Henrietta Nielsen hevur tvær ferðir áður verið við í kappingini um føroyameistaraheitið. Tað var í 2011 og 2013 og hon vann bæði árini. Henrietta hevur eisini vunnið heiðursmerki fyri Føroyar á teimum tveimum seinastu oyggjaleikunum hon hevur verið við. Stóri FM dagurin í badminton, borðtennis og judo byrjar í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn kl. 13 í dag og Sjónvarpið sendir allar finalurnar beinleiðis. Biophilia verktætlanin hevur vart í trý ár. Hon hevur til endamáls at eggja til tvørfakligt samstarv, sum skal menna fakligu og skapandi evnini og førleikarnar hjá næmingunum í fólkaskúlanum. Hon leggur upp til, at lærarar og næmingar arbeiða í toymi, har lærarar gera tvørfakliga undirvísingargongd, og næmingarnir fyrireika eina framførslu, grundaða á tvørfakligu undirvísingargongdina. Hesin undirvísingarhættir er meira effektivur, og tí er tað óheppið, at hann ikki fær rúm í føroysku fólkaskúlunum heldur Erla Olsen, adjunktur á Námsvísindadeildini. Umframt fyrrverandi formannin Arna D. Brattaberg, vóru tvey nýggj fólk vald í Betri nevndina. Tey eita Teitur Poulsen hann var fyrst valdur og Gunn Danielsen, sum var á øðrum plássi. Arni D. Brattaberg kom inn sum nummar trý. Tey bæði vóru bæði uppstillað av sonevnda tilráðingarbólkinum, sum afturat umboðsráðnum sjálvum kann stillað fólk upp til nevndarval. Hesaferð stillaði tilráðingarbólkurin bara fólk uttanífrá upp til val. Fíggjareftirlitið setti í heyst spurningar við førleikarnar í nevndini hjá Eik banka, sum í dag eitur Betri banki. Síðani tá hevur førleikastøðið í nevndunum sum heild verið nógv umrøtt í miðlunum. Valið í gjár endurspeglar, at umboðsráðið hjá Betri samtakinum hevur tikið hesar spurningar til eftirtektar. Birgir Nielsen vísir aftur, at umrøðan av førleikum í Betri nevndunum var orsøkin til, at Arni D. Brattaberg ikki heldur fram sum formaður. Umframt førleikarnar hevur eisini verið nógv tosað um bygnaðin í Betri samtakinum. Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur sagt, at hann er ónøgdur við bygnaðin í Føroya størsta samtaki og vinnumálaráðið fer tí at seta fram lógaruppskot, sum skal leggja trýst á Betri at broyta bygnaðin. Betri hevði freist til mánadagin at lata hoyringarskriv til lógarbroytingarnar, men tann freistin er longd við eini viku, til tann 1. mai. Men Betri ætlar at halda fast í verandi bygnaði, sigur formaðurin. Birgir Nielsen er sjálvstøðugur vinnurekandi. Hann hevur banka og cand.merc útbúgving. Hann hevur 15 ára royndir sum bankamaður, millum annað sum leiðari í vinnulívsdeildini í gamla Eik. Beinleiðis sending, har føroyameistararnir í borðtennis, badminton og judo verða kosnir. Vit byrja at senda klokkan 13.00, og næstu tímarnar síggja vit okkara bestu ítróttafólk í hesum ítróttagreinum. Stóri FM dagurin í badminton, borðtennis og judo var seinnapartin í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn, og sum vanligt vórðu allar finalurnar sendar beinleiðis í Sjónvarpinum. Finalan í borðtennis hjá kvinnnum var millum favorittin Henriettu Nielsen, sum í fleiri ár hevur vant og spælt borðtennis í Týsklandi, og Onnu Mikkjalsdóttir úr TBF. Hóast Henrietta vann 3 0, so gav Anna henni dygga mótstøðu, serliga í triðja setti, sum endaði 14 12. Anna hevði fýra settbóltar, men við sínum nógvu royndum, megnaði Henrietta at venda settinum og vinna. Hetta er triðju ferð Henrietta er við í kappingini um føroyameistaraheitið, og hon hevur vunnið hvørja ferð. Durita F. Jensen fekk bronsuna. Finalan hjá monnum millum Pætur Albinus og Fróða F. Jensen gjørdist meira spennandi. Men tá avtornaði vann Pætur Albinus 4 2 og er føroyameistari hjá monnum 2017. Hetta er aðru ferð hann er í finaluni og hann hevur vunnið báðu ferð á júst Fróða. Myndin av teimum báðum føroyameistarunum er tikin í sambandi við, at tey saman vunnu kappingina í blandaðum tvímansleiki. Mynd Borðtenissambandið Eftir fyrstu FM finaluna millum VÍF og H71 í høllini í Vestmanna mikukvøldið, væntaðu mong eina spennandi finalu í Hoyvíkshøllini í dag. Hon varð tó bara spennandi onkra løtu, tí hoyvíkingar vóru omaná fyri tað mesta. Og tá dysturin var av, høvdu hoyvíkingar vunnið 26 21 og harvið vóru ter føroyameistarar. Móti endanum av fyrra hálvleiki og í byrjanini av seinna hálvleiki var spenningur í. Tað var kortini týðiligt, at í dag hevði H71 fleiri streingir at spæla á og tá saman um kom gjørdist sigurin sannførandi, og harvið eru teir bæði føroyameistarar og steypavinnarar. Í aðru FM finalu hjá hondbóltskvinnum helt spenningurin sær til allar seinasta sekund av dystinum. Tá tvey sekund vóru eftir at spæla, fekk Neistin eitt fríkast og Marjun Danberg bleiv leys frammanfyri málinum. Tað var nær við, men tað eydnaðist tó akkurát ikki at fáa mál og javnleikur var nóg mikið fyri Kyndil, sum vann fyrstu FM finaluna 26 22 og tí eru føroyameistarar. Hendan finalan millum tey bæði havnarliðini gjørdist undirhaldandi við nógvum nærdystum, tí bæði liðini vildu vinna. Tað var tó ein dystur við verjupæli í hásæti og tí fingu liðini bara 17 mál í part. Neistin legði sera bragdliga fyri í dystinum og spældi ein góðan fyrra hálvlek. Men tær grønu í Kyndli hava havt gott tak á teimum bláu í Neistanum hetta kappingarárið, og tær megnaðu at koma aftur í aftur og fáa javnleik. Sostatt varð ikki neyðugt við einari triðju finalu. Áhugin fyri virkseminum hjá felagnum Heim og Skúli áhugafelagið hjá næmingum og foreldrum í fólkaskúlanum er vaksin. Tað sást í øllum førum á aðalfundinum hjá felagnum, sum var fyrr í gjár. Felagið hevur ikki nakran avgerðarrætt, men tey kunnu vera eitt týdningarmikið íkast til politikkin hjá skúlanum, har sjónarmiðini hjá foreldrunum verða tikin við. Í dag streyma milliónir av fraklendingum á val at velja nýggjan forseta. Hetta er eitt val, sum er merkt av nógvum trygdarfyriskipanum, serliga eftir yvirgangsatsóknina á Champs Elys es hóskvøldið, tá yvirgangsfólk skutu ein politist og særdu aðrar. Myndugleikarnir óttast fyri, at yvirgangsatsóknin kann fáa fók at sita heima í dag heldur enn at fara á val. Hinvegin meta onnur, at júst yvirgangsatsóknirnar funnu fáa mótastta ávirkan at fólk reisast úr sofuni og vilja ikki lata seg ávirka av hóttanum. Longu áðrenn atsóknina hósdagin varð avgjørt, at hava eyka trygd í sambandi við valið. 50.000 politistar og 7.000 hermenn vera til arbeiðis á gøtuni og valstøðum fyri at verja veljararnar. Serliga í Suðurfranska býnum Nice, har 86 fólk doyðu í eini yvirgangsatsókn á tjóðardegnum í fjør, er trygdin herd. Á øllum 292 valstøðunum er forboð sett fyri at lastbilar og bilar parkera nærhendis valstøðini, sigur ein talsmaður fyri valmyndugleikarnar við DR. Forsetavalið í Fraklandi er soleiðis skipað, at um ongin av valevnunum fær meira enn 50 prosent av atkvøðunum, fara tey bæði sum hava flestar atkvøður víðari til annað valumfar. Tann dagurin er longu ásettur at vera 7. mai. tann sum fær flestar atkvøður tá verður nýggjur forseti í Fraklandi næstu fimm árini. Fær eitt av valevnunum yvir 50 í dag, verður onki annað valumfar. So verður hann ella hon forseti. Hetta er tó ongantíð hent áður, at bara eitt valumfar hevur verið. 11 valevni eru til forsetaembætið. Boð vórðu send eftir løgregluni, sum fekk tyrluna hjá Atlantsflog til hjálpar. Løgreglan fór so við tyrluni út á Múlan, sum liggur á sunnara armi á Sørvágsfirði, har tey fingu fatur í manninum, sum er útlendingur, skrivar heimasíðan jn.fo. Vakthavandi á politistøðini vil ikki upplýsa, hvør landsmaður maðurin er. Hann er skuldsettur fyri brot á loftferðslutrygdina. Ákæruvaldið fer væntandi í morgin at áseta eina bót fyri brotið. Tað er ikki loyvt at flúgva nærri enn 8 kilometrar frá flogvøllinum uttan at fáa loyvi til tað, skrivar jn.fo Bæði í finaluni hjá kvinnum og monnum í badminton gav tann yngri leikarin tí eldra og royndara góða mótstøðu í fyrsta setti, men tá saman um kom, vunnu Rannvá D. Carlsson og Benjamin Gunnarstein bæði ein sannførandi sigur og eru føroyameistarar. Hetta er sættu ferð Rannvá er føroyameistari, hóast hon bert er 21 ára gomul. Í fjør var hon ikki við, tí hon fjakkaði í Suðuramerika. Tá vann unga Kristina Eriksen FM finaluna móti systir Rannvu, Brynhild D. Carlsson. Og tað var júst Kristinu, sum Rannvá møtti í finaluni í gjár. Krstina gav henni góða mótstøðu meginparitn av fyrsta setti, men móti endanum setti Rannvá spæliferðina upp og vann og hon vann eisini annað sett greitt og sostatt dystin 2 0. Hjá monnum møttust Benjamin Gunnarstein, sum ofta hevur verið í finaluni, og Magnus Dahl Chistiansen, sum fyrstu ferð er komin so langt. Eisini her var fyrsta sett javnt, men Benjamin vann kortini. Annað sett var Benjamin nógv tann betri og vann greitt, og sostatt vann hann dystin 2 0 og er føroyameistari. Sonny Johannesen hevur ført flakatrolaran Enniberg síðani 1996. Hesi árini hevur verið roynt víða um úr canadisku landleiðini, um grønlendskan sjógv og Irmingarhavið til norskar og russiskar leiðir eysturi í Barentshavinum. Mest hevur verið roynt eystanfyri, og fiskiskapurin hevur yvirhøvur verið góður har. Sonny hevur havt sínar trupulleikar av norska fiskiveiðieftirlitinum, sum hann heldur vera í so meinfýsið. Fiskiskapurin í Barentshavinum hevur allar dagar verið upp og niður. Sonny heldur, at kanska er eitt slakt tíðarskeið um at taka seg upp nú. Tað var 5. mars at Teistin bar við land á Gomlu Rætt, tí onnur skrúvan, ella asimutturin aktaði ikki. Skipið varð tikið úr sigling og fór á sleipistøð. Teistin er ikki tryggjaður fyri slík smærri óhapp, og Strandferðslan rindar tí skaðan sjálv yvir raksturin, sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni. Miðlarnir skriva, at valið er merkt av nógvum trygdarfyriskipanum, serliga eftir yvirgangsatsóknina á Champs Elys es hóskvøldið, tá yvirgangsfólk skutu ein politist og særdu aðrar. Longu áðrenn atsóknina hósdagin varð avgjørt, at hava eyka trygd í sambandi við valið. 50.000 politistar og 7.000 hermenn vera til arbeiðis á gøtuni og valstøðum fyri at verja veljararnar. Serliga í Suðurfranska býnum Nice, har 86 fólk doyðu í eini yvirgangsatsókn á tjóðardegnum í fjør, er trygdin herd. Á øllum 292 valstøðunum er forboð sett fyri at lastbilar og bilar parkera nærhendis valstøðini, sigur ein talsmaður fyri valmyndugleikarnar við DR. Føroyska Tórun Johannesen býr í Nice við familjuni. Hóast tað merkirst í býnum, at fleiri politistar og hermenn eru, er ikki so nógv broytt á sjálvum valstaðnum, heldur hon. Forsetavalið í Fraklandi er soleiðis skipað, at um ongin av valevnunum fær meira enn 50 prosent av atkvøðunum, fara tey bæði sum hava flestar atkvøður víðari til annað valumfar. Tann dagurin er longu ásettur at vera 7. mai. tann sum fær flestar atkvøður tá verður nýggjur forseti í Fraklandi næstu fimm árini. Fær eitt av valevnunum yvir 50 í dag, verður onki annað valumfar. So verður hann ella hon forseti. Hetta er tó ongantíð hent áður, at bara eitt valumfar hevur verið. 11 valevni eru til forsetaembætið. Tað sigur norðurkoreiska tíðindastovan KCNA, sum endurgevur ein talsmann í uttanríkisráðnum. Ávaringin kemur í kjalarvørrinum á einari orðing hjá avstralska uttanríkisráðharranum, Julie Bishop, har hon sigur, at Avstralia fer at seta enn fleiri revsitiltøk í verk móti Norðurkorea. hetta hevur eftir øllum at døma fingið øði í í Norðurkorea. Heldur Avstralia fram at fylgja átøkunum hjá USA at avbyrgja og kúga Norðurkorea og heldur fram at vera ein brigata fyri amerikanska valdsharran, fer hetta at vera ein sjálvmorðsátak innan fyri karmarnar á einum kjarnorkuálopi frá strategisku megini hjá Norðurkorea, sigur talsmaðurin sambært KCNA. Talsmaðurin mælir eisini Juliu Bishop til at umhugsa avleiðingarnar av sínum eirindaleysu orðingum eina ferð aftrat. Avstralski uttanríkisráðharrin segði fyrr í vikuni, at kjarnorkuætlanin hjá Norðurkorea er ein álvarsom hóttan móti Avstralia. Hon heldur, at revsitiltøk eru besta amboðið at køva ætlaninar hjá Norðurkorea at gerast eitt kjarnorkuveldi. Hon heitti eins og amerikanski forsetin, Donald Trump, á Kina um at leggja trýst á Norðurkorea fyri at fáa landið at steðga kjarnorkuætlanunum. Lasse Jensen sigur tó, at higartil hava tey valt ein framferðarhátt, sum hevur eydnast væl í Froðba, Tvøroyri og Trongisvági. Og hann er at leita eftir møguligum dálkingarkeldum, skola út og taka regluligar royndir. Hann sigur, at tey senda aftur regluligt vatnsýn til heilsufrøðiligu Starvsstovuna nú mikudagin. Haraftrat hevur vatnmeistarin tikið vatnroyndir í farnu viku, og har bíða tey eftir úrslitunum. Fimta umfar í Effodeildini er avgreitt, og samanlagda liðið úr Suðuroy hevur aftur lagt seg á odda í landskappingini, eftir at Víkingur og KÍ spældu javnleik, 2 2. Suðuroyingarnir vunnu 3 2 á B36 eftir at hava verið aftan fyri 0 2. Patrik Johannesen legði gestirnar á odda bæði 0 1 og 0 2, men so minkaði Jón Krosslá Poulsen um munin og javnaði til 2 2, meðan Poul Ingason skoraði sigursmálið hjá heimaliðnum. Í Gøtu legði KÍ seg odda, tá Fróði Benjaminsen var óheppin og beindi bóltin í egið mál. Men hann gjørdi tað gott aftur lítla løtu seinni, tá hann javnaði fyri Víking. Síðani legði Atli Danielsen KÍ á odda 1 2, og í tíðini, sum dómarin legði afturat, javnaði Adishina Lawall fyri Víking til 2 2. NSÍ vann 1 0 á HB, hóast runavíkingar spældu við monnum allan seinna hálvleik, eftir at Einar Tróndargjógv varð vístur av vølli. Klæmint A. Olsen skoraði einasta málið í dystinum. Við Margáir setti heimaliðið seg á dystin og hevði alt spælið, men 07 Vestur vann dystin 0 2 við málum frá Ken Fagerberg og Jákupi S. Olsen. Støðan í Effodeildini eftir fimm umfør Lið Stig TB FCS Royn 12 Víkingur 11 KÍ 7 NSÍ 6 HB 6 07 Vestur 6 ÍF 5 B36 4 EB Streymur 4 Skála 3 19.apríl var Biophiliakapping í Norðurlandahúsinum. Tað var 4. og 5.flokkur í Sands skúla sum vann kappingina. Tey vóru professarar í gróti. 6.flokkur í skúlanum við Løgmannbreyt høvdu arbeitt við Narnia og gjørdist nummar tvey. Tey siga sína hugsan um kappingina og verkætlanina. Børsen skrivar, at Betri banki hevur flutt seg frá einum 45. plássi heilt fram á fyrstapláss frá 2015 til 2016, sambært roknskapunum hjá bankanum. Tað eru vit sera glað fyri. Vit hava lagt okkum eftir at skapa ein sunnan banka, síðani bankin varð endurreistur í 2011, sigur Súni Schwartz Jacobsen, stjóri í Betri banka við danska blaðið Børsen. Bankresearch hevur samanborið styrkina í 64 peningastovnum, og á tí listanum er Betri banki á fyrstaplássi, Bank Nordik á 22. plássi, Norðoya Sparikassi er nummar 48 og Suðuroyar Sparikassi á 61. plássi av teimum 64 peningastovnunum í danska ríkinum. Suðuroyar sparikassi væntaði eitt berti pláss í ár enn í seinastu greiningini, har sum sparikassin bleiv nummar 64 á listanum hjá Bankresearch. Hann er farin uppeftir, men ikki nógv, bara trý pláss. Seinastu fimm árini hevur sparikassin verið nummar 85 og heilt upp í 52. Søren L, Bruhn, stjóri í Suðuroyar sparikassa, sigur, at soleiðis sum Bankresearch ger sína greining fær Suðuroyar spariklassi eitt tal. sum er langt niðri á listanum. Hann hevur nógvar fyrstu veðrættir, sum eru trygg lán, men fyrsti veðrættur er ikki viðí lánunum hjá donsku peningastovnunum. Samstarvið er fingið í lag umvegis NordPlus Junior skipanina, hjá norðurlandaráðnum, sum hevur latið stóra peningagávu til ferðutreiðslurnar hjá næmingunum og lærarunum teirra. Næmingarnir og lærararnir eru væl nøgdir við at fáa møguleikan til hetta. Teir halda at hetta er læruríkt og ger skúlagongdina meira spennandi. Københavns madhus var sett á stovn fyri 10 árum síðani. Tað er eitt verkætlanar og broytingarhús sum hevur til uppgávu at skapa úrslit, ið síggjast aftur í gerandismati, máltíðum og matvørum. Tá vit byrjaðu, vóru starvsfólkini í køkinum ósjónlig, og alt ov langt var frá framleiðslu til brúkara, sigur Kenneth Højgaard. Hetta er broytt nú, leggur hann aftrat. Richa Richardsdóttir, køksleiðari á Boðanesheiminum, heldur ikki, at støðan er so galin í Føroyum. Eindirnar eru smærri, men sjálvandi er rúm fyri betringum,vísir hon á. Ynskið er, at so nógv sum til ber fáa ágóða og íblástur av vitjanini. Fyri at røkka tí málinum, verður eisini ein almennur fyrilestur á Boðanesheiminum, har Kenneth Højgaard fer at tosa um Ta góðu máltíðina. Mary Antonsdóttir hevur síðstu 10 árini starvast sum heilsuhjálpari á Tjarnargarði. Eisini hevur hon verið álitisfólk í nógi ár, og í 2013 var hon við til at stovna áhugafelagið Tign, sum virkar fyri tey, ið vegna brek ella aldur hava tørv á hjálp til persónliga røkt. Í valstríðnum til at gerast forkvinna í Heilsurøktarfelagnum vísti Mary Antonsdóttir á, at lønarlagið hjá heilsurøktarum er ov lágt. Samsvar er ikki millum løn og ábyrgd, og ein avleiðing av tí er, at færri og færri søkja arbeiði í eldraøkinum, segði Mary Antonsdóttir. Vit fáa ofta herðaklapp fyri, hvussu ófør og røsk vit eru. Alt gott um tað, men vit vilja virðismetast sum ein týdningarmikil bólkur á eldraøkinum og í samfelagnum. Har er lønarhækkan ein treyt fyri virðingini fyri okkum. Uttan fíggjarligt frælsi, er einki frælsi, segði Mary Antonsdóttir. Umframt hægri løn, so er eisini neyðugt við støðugari, fakligari menning, bæði fyri at hækka støðið og fyri at gera tað meira áhugavert at starvast sum heilsuhjálpari og hjálparfólk, sigur Mary Antonsdóttir. Nýggja forkvinnan í Heilsuhjálparafelagnum vil eisini hava hærgri normering til alsamt vaksandi arbeiðsbyrðuna á eldraøkinum. Hon vísir á, at eldraøkið er rakt av sparingum gjøgnum nógv ár, og fleiri og fleiri uppgávur verða lagdar á røktar starvsfólkini, sum eru um at hokna undir arbeiðsbyrðuni. Tað sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna, í svari til Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinnu, sum spurdi eftir at hava lisið í blaðnum Ó, at 66 prosent av næmingunum í Hoydølum søgdu, at fartelefonin órógvar skúlagongdina. Glasir sigur, at fartelefonir skulu vera sløktar og burturbeindar í tímunum. Tey, sum bróta hesa reglu, verða burturvíst úr tímanum. Rigmor Dam sigur, at hon er neyvan rætti fakligi myndugleikin at avgera, um ein kanning skal gerast fyri at fáa staðfest, um samband er millum heilsustøðuna hjá teimum ungu og fartelefonir. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir sigur, at sambært blaðnum Ó segði ein kanning í 2013, at 90 prosent av øllum lesandi í Føroyum søgdu seg brúka Facebook í skúlatíðini, 43 prosent vóru on line alla tíðina. Tað sigur Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, sum tí hevur sett danska løgmálaráðharranum, Søren Pape Poulsen, eina røð av spurningum um málið. Viðurskiftini í Mjørkadali komu aftur á breddan í farnu viku, tá ið ein fangi flýddi úr arrestini. Hann varð funnin aftur rættiliga skjótt og er nú sendur til Danmarkar at sita dómin. Eins og aðrir polikarar havi eg verið í Mjørkadali og fingið eitt gott innlit í viðurskiftini. Og tey eru ikki í ordan. Tilboðini til fangarnar eru ikki nóg góð, manningin er ov fáment, bygningurin er ov langt burturi, og ov ymisk sløg av fangum sita saman, sigur Sjúrður Skaale. Nú mugu vit fáa greiðu á, hvat danska stjórnin, sum varðar av hesum málinum, ætlar sær at gera, sigur fólkatingslimurin, sum tí hevur sett danska løgmálaráðharranum ikki færri enn fimm spurningar um málið. Nýggj kunngerð um at basa rottuni og at forða fyri, at hon ikki kemur til tær oyggjarnar, sum hon ikki er staðfest í, er ávegis, og kunngerðin verður send til hoyringar í næstu viku. Hann vil ikki í løtuni greina nærri, hvat fer at standa í kunngerðini, tí hon hevur ikki verið til hoyringar, og ikki fyrr enn hoyringarfreistin er farin, verður endaliga uppskotið orðað. Uppskotið um nýggja rottukunngerð verður sent kommunum og stovnum til ummælis, og almenningurin fær eisini høvi at gera viðmerkingar um kunngerðina. Nýggja kunngerðin leggur upp til at forða fyri at rottan breiðir seg til tær sjey oyggjarnar, har hon ikki er, og eisini um átøk sum skulu gerast, fyri at basa rottuni. Vegasambandið og sjóvegis sambandið eru nú so góð, at tað bara er ein spurningur um tíð til rottan er allastaðni, segði Eyðfinn Magnussen, lívfrøðingur í farnu viku. Rottan kom til Føroya í 1768 við einum skipsvraki, sum rak á land í Hvalba. Eftir tíggju árum høvdu rotturnar breitt seg til Streymoy, Eysturoy og Vágar. 100 ár seinni kom rottan í Norðoyggjar. Á Sandoynni er framvegis ongin rotta og heldur ikki á nøkrum smáum oyggjum. Finalan í opna bólkinum var millum tveir mans úr Sunda Judofelag, Edvard Johannesen og Petur Sigurð Johannesen. Hóast Edvard kom á odda tíðliga í dystinum, so komu royndirnar at enda Petur Sigurði til góðar, og hann megnaði at kasta Edvard so hann fekk fult stig og vann harvið dystin. Bronsufinaluna vann Sigurdbjørn Mørkøre úr Sunda Judofelag á Dánjali á Krákusteini úr Havnar Judofelag. Hjá kvinnum vann Silja Johannesen úr Sunda Judofelag heldur óvæntað finaluna móti Sonnu Nolsøe Djurhuus úr Oxford Judo. Hesar báðar møttust eisini í finaluni fyri einum ári síðani og tá vann Sanna. Í meðalvekt vann Gunnar Magnussen úr Havnar Judofelag finaluna móti Sigurd Bjørn Mørkøre úr Sunda Judofelag, og Dánjal á Krákusteini vann bronsufinaluna móti Torkil Jógvansson. Teir eru báðir úr Havnar Judofelag. Hjá unglingunum vann Petur Sigurd á Túgvu úr Sunda Judofelag finaluna móti Boas Høgnesen úr Havnar Judofelag. Á gallaveitsluni eftir stóra FM dagin varð latið eitt Fightersteyp, ið verður latið einum unglingi, sum gjøgnum kappingina hevur víst góðan teknikk og besta stríðsvilja. Í ár fekk Petur Sigurd á Túgvu úr Sunda Judofelag hettta steypið. Fiskivinnan er torskild. Sera torskild. Og hóast flestu føroyingar vita eitt sindur um fiskivinnuna, so eru tey fá í talið, ið kunnu kalla seg serfrøðingar í fiskivinnu. Summi luttaka dúgligari í kjakinum enn onnur. Eitt nú fiskimenn, reiðarar, búskaparfrøðingar og lívfrøðingar. Men hesir serfrøðingar í fiskivinnu eru ofta so ósamdir, at ikki er tað lætt hjá vanliga borgaranum ella politikarum at taka dagar ímillum, hvør hevur rætt, ella hvat slag av vitan skal viga tyngst í fiskivinnupolitisku avgerðunum. Í dag hoyra vit ein fiskimann og ein reiðara greiða frá, hví vit skulu lurta eftir teimum, tá ið avgerðirnar um fiskivinnu skulu takast. Í næstu sending tosa vit við ein búskaparfrøðing og ein lívfrøðing. Eingin veit meir um fiskiskap enn fiskimenn. Magni Skaale er sjómaður. Í dag starvast hann í oljuvinnuni, men hann hevur eisini 25 ára royndir sum dekkari, stýrimaður og skipari í fiskivinnuni. Fiskimenn eru úti á havinum í upp til 300 dagar um árið, og tí hevur eingin líka góðan førleika at eygleiða, hvat gongur fyri seg sjónum. Í dag er tað ein stórur trupulleiki, at politiska skipanin ikki í nóg stóran mun lurtar eftir fiskimonnum, heldur Magni Skaale. Dømi eru um, at tað, sum sæst við berum eygum á sjónum ikki verður tikið í álvara í embætisverkinum. Besta dømi um, at politisku ætlanirnar ikki eru í trá við praktiska veruleikan, er undirtøkan, sum tykist at vera millum politikarar um at fara frá fiskidøgum til fiskikvotur. Kvoturnar síggja vakrar út á pappírinum, men veruleikin er tann, at fiskidagaskipanin er meira fleksibul hjá vinnuni at arbeiða undir, sigur Magni Skaale. Og verður vitanin hjá fiskimonnum ikki tikin í álvara, og kvotaskipanin verður sett í gildi, kann tað fáa álvarsligar avleiðingar, tí fiskimenn í summum førum fara at kenna seg noyddar at blaka fisk út aftur. Meðan fiskimaðurin hevur eina serliga vitan um gerandisdagin á sjónum, leggja reiðarar serliga dent á tær avbjóðingar, sum ein fiskivinnunýskipan kann hava fyri skiparaksturin. Og sjálvsagt veit eingin meir um fiskiveiðurakstur enn ein reiðari. Hanus Hansen er reiðari og stjóri á JFK Trol í Klaksvík. Hann heldur, at politikarar eisini mugu lurta eftir reiðarum. Í dag verður sjónarhornið hjá reiðarum ikki tikið í nóg stórum álvara, heldur hann. Eitt dømi um er, at eingin reiðari slapp upp í fiskivinnunýskipanarnevndina, sum handaði landsstýrismanninum í fiskivinnumálum eitt tilmæli í heyst. Men fiskivinnunýskipanin snýr seg um annað enn fiskiskap og virkisrakstur. Orsøkin til, at vit skulu hava eina nýggja fiskivinnuskipan frá komandi ári er, at løgtingið í 2007 metti, at fiskivinnan sum heild kann fáa betri vinning, og at hesin vinningur í størri mun skal koma samfelagnum til góðar. Hanus Hansen heldur eisini, at samfelagsbúskaparlig atlit skulu takast í sambandi við fiskivinnunýskipanina. Hann viðurkennir, at reiðarí av góðum grundum eru skrúvað soleiðis saman, at tey fyrst og fremst hava egnan vinning fyri eyga. Men reiðarar eru eisini áhugaðir í at koma við einum íkasti til samfelagið, sigur hann. Tað týdningarmesta frá reiðarasjónarhorninum er at vinnan hevur tryggar karmar. Og afturfyri tryggu karmarnar og langtíðarrættindini er tað rætt, at reiðarar gjalda aftur til landið. Ein áskoðan, sum Magni Skaale kann taka undir við. Ein útbreidd misskiljing, er at samfelagið onkursvegna er fyri vanbýti, tá ið vinnan hevur stóran vinning. Hevur vinnan tað gott, hevur samfelagið tað gott, heldur hann. Men hóast teir báðir halda, at tey, sum dagliga virka í fiskivinnuni kunnu koma við einum týdningarmiklum íkasti til kjakið, so eru teir kortini sinnaðir at byggja brýr til sonevndu frøðingarnar. Tað tænir ongum endamálið, at vinnan og frøðin liggur í hvør síni veit. Fyrimunurin av at binda teoretiska og praktiska vitan saman er stórur heldur Magni Skaale. Fiskimaðurin ger tær flestu eygleiðingarnar á sjónum, men lívfrøðingurin kann gera royndir av eygleiðingunum, skráseta og skipa eygleiðingarnar, samanbera við ástøði og við onnur støð í heiminum. Trupulleikin er, at frøðingarnir ikki tykjast at hava neyðuga tilfeingi ella amboðini at eftirkanna eygleiðingarnar, sum vinnan ger. Illa ber til at koma uttan um, at vinnan í sínum grundvølli fyrst og fremst er áhuga í at vinna pening, og at grundgevingar í fiskivinnukjakinum soleiðis kunnu verða merktar av tí. Men fiskimenn og reiðarar hava, sum eingi onnur, førleika at vísa á, hvussu nýggjar reglur innan fiskivinnuna fara at rigga í praksis. Fiskimaðurin er tann, sum dagliga skal virka og trívast í fiskiskapinum. Reiðarin skal áhaldandi leggja langtíðarætlanir um skiparakstur og íløguvirksemi. Tí má vinnan kunna liva við broytingunum, sum koma í 2018. Í næstu sending spyrja vit ein búskaparfrøðing og ein lívfrøðing, hví vit skulu lurta eftir teimum í sambandi við fiskivinnunýskipan. Tá ið tað eru roknidagar, so er spennandi og áhugavert at vera í skúla. Allir næmingar arbeiða saman í ymiskum stovum. Har hava tey úr at gera í heilsustovuni, skúlaumhvørvisstovuni, í Kahootspurnakappingini, í ekspermentarium og á skúlablaðnum. Tríggir fólkatingslimir í Dansk folkeparti hava lagt fram uppskot til samtyktar um tað, og fólkatingið fer at viðgera uppskotið í morgin. Til ber at senda færri fólk úr Danmark í sambandi við altjóða hernarðaratgerðir og spara pengar har, heldur Dansk folkeparti. Flokkurin sigur, at verður uppskot hansara samtykt, kemur tað við í næstu samráðingar í Danmark um verjusemju. Vit hoyra bókina Janus er ein stjørna, sum kom út í 2009. Edward Fuglø hevur skrivað og myndprýtt bókina. Páll Danielsen lesur og Høgni Fagraberg ger ljóðmyndina. Vit hoyra bókina Apollonia, sum kom út í 2007. Edward Fuglø hevur skrivað og myndprýtt bókina. Vár Berghamar Jacobsen lesur og Høgni Fagraberg ger ljóðmyndina. Tað gera onnur í samgonguni eisini, men øll vísa til landsstýrismannin í fiskivinnumálum. Høgni Hoydal er á veg av landinum, so samband fæst ikki við hann í løtuni. Forkvinnan í Umboðsráðnum, Tóra við Keldu, sigur, at tað er ikki vanligt, at aðalfundurin verður nýttur til kjak. Kjakið fer ístaðin fram á umboðsráðsfundunum. Forkvinnan metir heldur ikki, at vantandi uppmøting er nakar trupulleiki. Og um so varð, so er betri at taka tað upp við viðkomandi, heldur enn at áseta møtiskyldurnar í viðtøkurnar, sigur Tóra við Keldu. Stakløgini eru Sissal Grækarisdóttir Magnussen Silhouette Son of Fortune Verði góð við mánan Hulda Bewitched Jóanes hjá Akku feat. Jens Marni Hansen Hvar fór tú Janus Wiberg Mortensen Mítt vakra Føroya land Eivør Surrender Hugskotið er komi frá lurtara, ið skrivar Eitt evni eg kundi hugsað mær at vita meira um, og sum er rættiliga fløkt, er hetta við hvør eigur hvat, tá man fer frá hvørjum øðrum. Her hugsi eg bæði um skuld og ogn . Miðnámsskúlarnir avgera sjálvir, nær og hvussu fartelefonir verður brúktar í skúlunum. Tað sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna, í svari til Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinnu, sum spurdi eftir at hava lisið í blaðnum Ó, at 66 prosent av næmingunum í Hoydølum søgdu, at fartelefonin órógvar skúlagongdina. Glasir sigur, at fartelefonir skulu vera sløktar og burturbeindar í tímunum. Tey, sum bróta hesa reglu, verða burturvíst úr tímanum. Rigmor Dam sigur, at hon er neyvan rætti fakligi myndugleikin at avgera, um ein kanning skal gerast fyri at fáa staðfest, um samband er millum heilsustøðuna hjá teimum ungu og fartelefonir. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur sigur, at sambært blaðnum Ó segði ein kanning í 2013, at 90 prosent av øllum lesandi í Føroyum søgdu seg brúka Facebook í skúlatíðini, 43 prosent vóru on line alla tíðina. Kinesiski forsetin, Xi Jinping heitti í gjár á allar partar um at sissa seg, tá hann tosaði við amerikanska forsetan, Donald Trump í telefon um Norður Korea. Amerikanski forsetin hevur sent flogbera flota móti koreanskum sjógvi sum eina ávaring, nú stúran er um, at Norður Korea ætlar sær at gera enn eina kjarnorkuvápna royndarspreinging í stríð við ST samtyktir og tiltøkini, sum ST hevur sett í verk. Boð komu úr Norður Korea um, at hernaðarvenjingin er eitt serstakliga vandamikið stig hjá teimum, sum hava ætlanir um kjarnorkukríggj og at gera innrás í Norður Korea . USA eigur ikki at missa tamarhaldið og eigur við nærlagni at umhugsa allar vanlukkuligar avleiðingar av hesum tápuligum hernaðarligu gerðum, skrivaði almenna tíðindablaðið hjá ráðandi Arbeiðaraflokkinum í Norður Korea. Tvey japansk oyðara skip eru saman við amerikanska herflotanum, og Suður Korea hevur sagt, at tey eisini umhugsa at vera við í hernaðarvenjingum. Í dag hevur norðurkoreanski herurin 85 ára stovningardag, og áður hevur landið royndarsprongt kjarnorku ella rakettir á slíkum hátíðardøgum. Amerikanski forsetin, Donald Trump hevur lovað at forða fyri, at Norður Korea skal fáa førleikar at raka USA við kjarnorkuvápnum, og hann hevur sagt, at allir møguleikar eru á borðinum, eisini hernaðarligt álop. Býráðslimir í Havn kunnu vænta, at at kommunala eftirlitið fer í lummarnar á teimum eftir pengum, um teir ikki akta boðini um at útflýggja skjøl í tveimum starvsfólkamálum. Stríðið snýr seg um tvey starvsfólk á dagstovnaøkinum í kommununi, sum blivu uppsøgd. Kommunan vildi ikki geva starvsfólkunum kæruvegleiðing, tí hon metir ikki at har er nakar kærumyndugleiki viðvíkjandi starvsfólkamálum í kommununi. Men Mentamálaráðið sigur, at ráðið er kærumyndugleiki, tí tað er ásett í dagstovnalógini. Ráðið hevur biðið kommununa um skjøl viðvíkjandi teimum báðum starvsfólkunum, men kommunan noktar at útflýggja tey. Mentamálaráðið vendi sær so til Kommunala eftirlitið undir Heilsu og Innlendismálaráðnum, og eftirlitið gevur ráðnum rætt. Tórshavnar Kommuna skal útflýggja skjølini, annars fáa býráðslimirnir bót. Kommunala eftirlitið gav kommununi freist til 19. apríl at útflýggja skjølini, men ongi skjøl eru komin. Og nú fáa býráðslimirnir bót. Men teir sum onkunsvegna kunnu prógva, at teir ikki taka undir við avgerðini hjá kommununi, kunnu sleppa undan. Tað er við heimild í grein 55 stykki 2, í kommunustýrislógini, at Heilsu og Innlendismálaráðið nú fer at áleggja býráðslimum í Havn bót. Greinin ásetur, at um kommunustýrið heldur seg óvirkið mótvegis lógar ásettum skyldum, kann landsstýrismaðurin áleggja teimum kommunustýrislimum, sum bera ábyrgd av hesum, tvingsilsbøtur. Høgni Hoydal, landsstýrismaður kunnger í dag, at øll 17 tingfólkini í samgongumeirlutanum nú eru samd um, hvussu fiskivinnan skal nýskipast Atlantic Airways væntar munandi verri úrslit í ár, enn felagið hevði í fjør. Men einki verður sagt um, hvussu úrslitið fer at vera. Har sæst, at Atlantic væntar at samlaða útboðið av setrum millum Vágar og Keypmannahavn fer at økjast við 120.000 tøkum flogsetrum, ið svarar til ein vøkstur uppá 50 . Í 2016 vóru 182.000 ferðandi á leiðini millum Vágar og Keypmannahavn, so útboðsvøksturin av setrum elvir væntandi til stóran yvirskotskapasitet á rutuni. Tí væntar felagið lægri miðal ferðaseðlaprís og lægri nýtslustig í 2017. Úrslitið hjá Atlantic Airways í fjør var tað besta nakrantíð, úrslitið eftir skatt var 28 milliónir krónur sum var góðar 10 milliónir krónur betri enn árið fyri. Góða úrslitið kom av fleiri ferðafólkum, hægri nýtslustigi, øktum avlopi í søluni á Flogvøllinum, sølu av tyrlu og lægri prísi á brennievni. Úrslitið áðrenn skatt varð 34,1 milliónir krónur í 2016 samanborið við 21,5 milliónir krónur í 2015 ein øking á 59 . Ísurin á norðpólinum bráðnar væl skjótari enn fyrr hildið, og innlandsísurin í Grønlandi bráðnar tvær ferðir skjótari nú, enn hann gjørdi í 2008, og sjey ferðir skjótari enn í 1995. Niðurstøðan í frágreiðingini er, at hitin við norðpólin er tvífaldaður seinastu 50 árini, í mun til hitahækkingina í restini av heiminum. Og høvuðsorsøkin er útlátið av vakstrarhúsgassum, sum fólk standa fyri. Síðani seinasta frágreiðingin varð gjørd í 2011, er støðan alsamt versnað, tí hitin er hækkaður og tað hevur við sær at ísurin bráðnar skjótari, stendur í frágreiðingini. Granskararnir rokna nú við, at eingin ísur verður á norðpólinum seinast í 2030unum. Frá 2011 til 2014 minkaði innlandsísurin við 375 gigatonsum um árið. Tað fer at hava við sær, at sjógvurin fer at fløða við minst einum hálvum metri til aldarskiftið, og heldur verandi gongd fram, so hækkar vatnskorpan 75 sentimetrar. At ísurin minkar, kann eisini hava við sær, at tað fer at bera til at hava grøði nógv norðrari enn fyrr, men enn er ikki greit, hvat fyri grøði talan kann vera um. Gongdin kann eisini ávirka Golfstreymin, og tað kann hava við sær, at tað verður kaldari á norðraru leiðunum. Veðurlagsgranskarin, William Colgan, sigur, at serliga gongdin hjá Golfstreyminum er áhugaverd, tí síðani seinastu kanning í 2011, eru tekin um, at Golfstreymurin ikki rekur so skjótt sum hann hevur gjørt. Og tað kann hava stórar broytingar í veðrinum við sær, sigur hann. Eftir at frágreiðingin er gjørd, mæla veðurlagsgranskararnir staðiliga til, at veðurlagsavtalan sum varð gjørd í Paris, verður sett í verk sum skjótast. Haraftrat mæla teir til fleiri kanningar, so greiða skjótari kann fáast á, hvat er við at henda og hvat fer at henda. Stórar avbjóðingar bíða føroyska kvinnulandsliðnum, sum millum annað skal spæla ímóti einum av mest vinnandi landsliðunum yvirhøvur. Týskland var tað einasta landið, sum eg ynskti, at vit ikki komu í bólk saman við. Tær eru ótrúliga væl fyri fysiskt, og tær hava bara klassaspælarar. Sjálvt um føroyska flaggið, Merkið, varð viðurkent, undir seinna veraldarbardaga, í 1940, var ikki fyrr enn sjey ár seinni, í 1947, at fyrsta flaggdagshaldið í landinum , varð hildið. Tað høvðu verið flaggfundir í 1941 og 42, men tað var ikki fyrr enn í 1947, at heilsølumaðurin og hornblásarin Ludvig Breckmann, tók stig til flaggdagshaldið, sum vit kenna tað í dag. Ludvig var loysingarmaður og hann helt fyri, at tá ið Fólkaatkvøðan í 1946 endaði, sum hon nú einaferð gjørdi, so skuldi verið skipað fyri ein tiltakið, har Merkið varð hátíðarhildið. Havnar Hornorkestur, sum Ludvig eisini var formaður fyri, og skótar, tóku væl undir við hugskotinum og saman varð skipað fyri flaggdagshaldið í 47. Longu 25. apríl 1941, fyrsta ársdagin eftir, at at vit fingu egið flagg, varð skipað fyri flaggdagshaldi á Eiði. Og tað hevur verið hildið óbrotið higartil Nicky Chinn og Mike Chapman skrivað best svingandi løgini á útgávuni, men Suzi Quatro og gittaristurin, Lee Tucker, smíðaðu eisini sín part. Henda LP plátan var Temapláta í Plátubarrini tann 15. apríl 2017. Olja og gass, sum hevur eitt virði uppá 900 milliardir norskar kr, 725 milliardir danskar krónur, kann vera at finna í eystara partinum av Barentshavinum. Økið sum nú er kannað av nýggjum, er 170.000 ferkilometrar, og tað sum nú verður roknað við at finna av olju og gassi, er tvær ferðir meir enn fyrr hildið. Samstundis hevur Statoil boðað frá, at felagið nú aftur fer at bora og leita eftir olju í Barentshavinum, tað hevur felagið ikki gjørt seinastu tvey árini. Tað var avtalað á fundi millum Høgna Hoydal, landsstýrismann í fiskivinnumálum, og bretska fiskimálaráðharran George Eustice í London í gjár. Teir báðir umrøddu framtíðar strandarlandasamráðingar, framtíðar fiskivinnusamstarv millum Føroyar og Bretland og framtíðar handilssamstarv millum Føroyar og Bretland. Eisini viðgjørdu Høgni Hoydal og George Eustice samstarvið í Útnorðuri og Norðuratlantshavi annars. Sambært tíðindaskrivi frá Fiskimálaráðnum hava teir báðir váttað fyri hvørjum øðrum, at Føroyar og Bretland eiga at fara undir eitt tætt og vælskipað samstarv millum londini um málini, sum vórðu viðgjørd á fundinum. Búskaparliga støðan í Venezuela versnar dag fyri dag, og nú eigur landið skjótt ongar pengar eftir. Annað árið á rað hevur landið fingið keðiliga heiðurin at hava vánaligastu búskaparligu útlitini í heiminum. Seinastu tíðina hevur nógvur ófriður verið í landinum, og nú boðar amerikanska sjónvarpsstøðin, CNN, frá, at Venezuela ikki eigur nakrar pengar. Sagt verður, at landið hevur umleið 70 milliardir krónur í tøkum peningi, men meginparturin er í gulli, sum ikki er so lætt at selja. Vánaliga gongdin kemur av, at 96 prosent av inntøkunum stava frá olju, og nú oljuprísurin er fallin, fær landið munandi minni inntøkur. Tað er í samband við umhvørvisvikuna, sum verður í døgunum 26. til 29. apríl, at Remida Føroyar hevur umskapað Perluna til eitt plastsansarúm. Til ber til at uppliva hvussu burturkast kann brúkast kreativt og endurnýtast. Ein fronsk kollvelting er á veg. Valevnini, sum stríðast um at gerast forseti, hoyra ikki til nakran av flokkunum, sum vanliga hava havt valdið. Marine Le Pen skal royna at vinna á stórfavorittinum Emmanuel Macron bæði venda sær til franskar patriotar og tosa um fosturlandskærleika, men annars eru tey fullkomiligir mótsetningar. Franskur politikkur er í undantaksstøðu. Í Føroyum er flaggdagurin ein árlig áminning um okkara tjóðskaparliga samleika. Men hvat merkir Merkið fyri fólk. Hvat eru tjóðskaparkenslur í grundini. Og duga vit nóg væl at fevna onnur í okkara lítla landi. Norska sendirøðin SKAM fer sigursgongd um allan heimin. Sendingin vendir sær upprunaliga til at norska ungdómin, men fólk í øllum londum og øllum aldursbólkum hava tikið sendingina til sín. Hvat er tað, sum er so hugtakandi við hesum norsku ungu. Løgtingið skal, eftir ætlan, í summarfrí 11 mai., tað er um 15 dagar. Og fyribils verður hildið fast um ta ætlanina, hóast stórmál, sum uppskoti frá samgonguni um fiskivinnunýskipan, uppskotið frá sambandsflokkinum um fiskivinnunýskipan og uppskotið um alilóg hjá Poul Michelsen, landsstýrismanni, eru eftir at viðgera. Amerikanski herurin byrjaði í gjár at seta umstríddu raketverjuskipanina upp í Suðurkorea. Verjuskipanin er eitt úrslit av spentu støðuni á koreansku hálvoynni. Men ikki allir suðurkoreanar skoyta um verjuskipanina, sum ætlandi skal verja móti álopum úr norði. Plastic Change arbeiðir, umframt at skjalprógva plastdálking, eisini við at kunna almenningin, ídnaðin og politikarar um plasttrupulleikar. Felagsskapurin leggur dent á at miðla ymiskar loysnir, sum kunnu steðga umfatandi plastdálkingini í heiminum. Fyrilesturin hjá Henrik Beha Pedersen verður mikukvøldið 26. apríl klokkan 19 í Reinsarínum. Umframt Henrik Beha Pedersen fer Jóhannis Danielsen, lívfrøðingur á Fróðskaparsetrinum, at tosa um skaðilig árin av plastdálking á sjónum. Tað eru nøkur ár síðan teir byrjaðu bólkin Touch of Shadows, og teir leggja seg eftir at spæla tónleikin hjá The Shadows so væl sum møguligt. Teir hava verið í Seglloftinum á Tvøroyri, og skulu síðan spæla á Maggies í Nólsoy, Reinsarínum í Havn og seinasta konsertin er í Mentannarhúsinum í Fuglafirði. Hann er bert 28 ára gamal. Hann hevur sitið í Løgtinginum fyri fólkaflokkin, hevur givið 6 bøkur út, og hevur í dag sína egnu fyritøku, sum eitur Ó. Bogi Hansen er havfrøðingur og hevur skrivað fleiri bøkur millum annað um veðurlagsbroytingar. Hann hevur eisini verið við til at meta um seinastu frágreiðingina frá altjóða veðurlagsgranskingarstovninum IPCC. Hesir serfrøðingar í fiskivinnu eru ofta so ósamdir, at ikki er tað lætt hjá vanliga borgaranum ella politikarum at taka dagar ímillum, hvør hevur rætt, ella hvat slag av vitan skal viga tyngst í fiskivinnupolitisku avgerðunum. Í seinastu sending hoyrdu vit fiskimannin og reiðaran grundgeva, hví vit og politikarar skulu lurta eftir teimum í sambandi við fiskivinnunýskipanina. Í dag eiga búskaparfrøðingurin og lívfrøðingurin tørn. Teir hava ikki líka nógva praktiska vitan um fiskivinnu, sum tey, sum dagliga starvast í vinnuni. Hinvegin hava sonevndir frøðingar eitt annað slag av vitan og førleikum í skjáttuni. Allar vísindagreinar hava sama endamál at skráseta og seta eygleiðingar í eina skipan fyri at gera onkra haldgóða niðurstøðu sum kann geva eitt íkast til samansettu vitanina um eitt ávíst evni. Men ein vísindalig niðurstøða er í prinsippinum altíð ein fyribils niðurstøða. Hon skal kunna roynast av øðrum eftirkomandi vísindafólki. Er breið semja um eina tílíka fyribils niðurstøðu, og stendur niðurstøðan sína roynd yvir tíð, fær henda nýggja vitanin pláss millum aðra viðurkenda vitan innan somu vísindagrein. Viðurkend vitan verður eisini ofta nevnd ástøði. Dømi um viðurkenda vitan ella ástøði innan búskaparfrøðina er sambandið millum útboð og eftirspurning. Er nógv til av eini rávøru, minkar eftirspurningurin, og so minkar prísurin eisini. Er lítið til av rávøruni, hendir tað øvugta eftirspurningurin veksur, og prísurin veksur. Dømi um lívfrøðiliga viðurkenda vitan ella lívfrøðiliga ástøði er menningarlæran, sum sigur, at livandi organismur kunnu broytast, um náttúruumstøðurnar leggja upp til tað, og um nóg nógv tíð gongur. Men hvat kunnu so hesar vísindagreinar siga um føroyska fiskivinnu Og hvørjum ítøkiligum íkasti kunnu tær koma við í sambandi við eina fiskivinnunýskipan Petur Steingrund er lívfrøðingur, og hevur staðið fyri stovnsmetingum á Havstovuni seinastu tjúgu árini. Sambært lívfrøðini eru stovnarnir avmarkaðir, og tí er høvuðsuppgávan at seta veiðitrýstið soleiðis, at sum mest fæst burtur úr stovninum yvir langa tíð, sigur hann. Lívfrøðin hevur æruna av, at vit í dag vita, at stovnarnir kunnu ávirkast av fiskiskapi. Tí, fyri góðum hundrað árum síðan vistu fólk ikki, at fiskurin í havinum varð býttur í stovnar, og at ein stovnur helt seg til eitt ávíst øki í sjónum. Tá ið fólk byrjaðu at merkja fisk, broyttist henda fatan. Hóast fiskastovnurin nú var eitt kent hugtak, var tað framvegis hildið, at fiskimaðurin hevði eina sera lítla ávirkan á nøgdina av fiski. Men hetta broyttist í 30 unum og 40 unum. Gamaní hevur lívfrøðin hjálpt okkum at skilja, hvussu fiskastovnar bera seg at, og hvørja ávirkan menniskju kunnu hava á stovnarnar. Men, frøðingurin situr á eini skrivstovu og arbeiðir. Fiskimaðurin er úti á sjónum meginpartin av árinum. Tí er tað nærliggjandi at hugsa, at fiskimaðurin undir øllum umstøðum veit meir um fiskiskap og fiskivinnu, enn lívfrøðingurin. Hóast eygleiðingar, sum fiskimenn gera, eru týdningarmiklar, so hevur tað eisini týdning at skriva niður og seta eygleiðingar í eina skipan, soleiðis at tað ber til at samanbera við onnur tíðarskeið og við onnur støð. Hetta er leikluturin hjá lívfrøðinginum á havstovuni. Eygleiðingar hjá einum lívfrøðingi og eygleiðingar hjá einum fiskimanni eiga at líkjast. Fiskimaðurin ger nógv fleiri eygleiðingar hann brúkar nógva tíð á havinum men hann hevur ikki sama møguleika at máta og samanbera tøl. Granskarin ger færri eygleiðingar, men hevur tá ið av tornar tøl at halda seg til. Sjónarhornini eru eisini púra ymisk, tí meðan fremsta uppgávan hjá fiskimanninum er at fiska so er høvuðsuppgávan hjá lívfrøðinginum at koma við óheftari meting av, hvussu ein fiskastovnur hevur tað. Lívfrøðingurin hevur ongan áhuga í hvussu úrslitini síggja út. Hetta óheftni heldur Petur Steingrund er enn ein orsøk til at lurta eftir lívfrøðingum. Og hvussu so við búskaparfrøðingum Í sambandi við fiskivinnunýskipanina er hetta ivaleyst tann fakbólkur, sum hevur luttikið dúgligast í kjakinum. Og álitið hjá sitandi samgongu á búskaparfrøðingar tykist stórt. Bæði formaður og næstformaður í fiskivinnunýskipanarnevndini hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, vóru búskaparfrøðingar. Herit Albinus er búskaparfrøðingur og búskaparfrøðilærari á Glasi. Hon luttók í arbeiðnum hjá nýskipanarnevndini og situr eisini í búskaparráðnum. At búskaparfrøðingar áhaldandi leggja dent á yvirskipaðað samfelagsbúskapin, og ikki endiliga á búskapin í einstøkum fyritøkum, er besta orsøkin til at lurta eftir búskaparfrøðingum í sambandi við fiskivinnuna, sigur Herit Albinus. Landið eigur tilfeingið. Tí hevur landið áhuga í at fáa ein part av vinninginum, sum kemur av at fáa tilfeingið til høldar. Jú størri samlaði vinningurin er, jú fleiri pengar fara í landskassan. Men er vinnan ikki effektiv, eitt nú tí at ov nógv skip ella fólk fiska eina avmarkaðað nøgd av fiski, so gongur tað út yvir vinningin hjá landinum. Men hvussu grundgevir Herit Albinus fyri, at vit borgarar heldur skulu taka teoretisku vitanina hjá einum búskaparfrøðingi í álvara enn praktisku vitanina hjá teimum, sum starvast í fiskivinnuni Búskaparfrøði verður ofta umtala sum eitt slag av vitan. Men búskaparfrøðingar eru ofta ósamdir, eisini um fiskivinnuna. Tað er ein sannroynd, sigur Herit Albinus, men tað eru nú heldur ikki búskaparfrøðingarnir, sum skulu taka endaligu avgerðirnar. Í fiskivinnupolitikki gongur lívfrøðilig og búskaparlig vitan hond í hond. Ja, lívfrøðingurin og búskaparfrøðingurin tosa ikki ordiliga sama mál. Tann eini tosar um tilgongd, stovnar og biomassa hin tosar um pengar, vinning og tilfeingisrentu. Men endamálið er tað sama. Tað snýr seg um at skipa veiðuna á ein tílíkan hátt, at nøgdin av fiski áhaldandi verður so stór sum gjørligt at vinningurin av at fiska verður so stórur sum gjørligt so langt inn í framtíðina sum gjørligt. Eins og fiskimaðurin og reiðarin í undanfarnu sending, viðurkenna frøðingarnir, at teirra vitan er avmarkað, og at bestu avgerðirnar byggja á eitt samstarv millum fólk við ymiskum sløgum av vitan um fiskivinnuna. Tá ið av tornar verður tað ein politiskur spurningur, hvørjum lurta verður mest eftir. Tí fara vit í næstu sending at tosa við politikarar um, hvørji sløg av vitan hava størsta týdningin, tá ið avgerðirnar skulu takast. Allarfyrsti flogberin, sum er bygdur í Kina, varð sjósettur í dag. Skipið, ið ikki er doypt enn, verður ætlandi klárt at taka í nýtslu tíðliga í 2020. Flogberin, sum vigar 50.000 tons, er bygdur á eini skipasmiðju í býnum Dalian, har hin flogberin í kinesiska flotanum varð høvuðsumvældur. Flogberin er eins og hin flogberin bygdur eftir russiska Kuznetov sniðinum, sum millum annað er eyðkent við, at flogbreytin er sum bogin eins og breytin til skíðlop. Sonevndur slippur verður sendur til tann, sum eigur frítíðarlønina. Slippurin skal latast einum av peningastovnunum, sum síðan rindar út frítíðarlønina. Tey, sum hava Mín boks hava longu fingið boð um, hvussu nógva frítíðarløn tey fáa. Vit onnur mugu bíða, til Posta hevur borið út brøvini. Tá klagarin bað um innlit, boðaði kommunan beinanvegin frá, at innlitsáheitanin fór at verða avgreidd eftir jólafrítíðina góðar tvær vikur seinni. Men kortini tók tað kommununi eitt ár at avgreiða málið. Kommunan hevur greitt umboðsmanninum frá, at viðgerðartíðin gjørdist so drúgv, tí kommunan hevði ikki øll skjølini í málinum til taks, millum annað, tí at biðið varð um innlit í sáttmálar, sum ikki vóru gjørdir um hetta mundið, umframt at kommunan helt innlitsáheitanina vera so umfatandi. Í niðurstøðu síni sigur løgtingsins umboðsmaður, at vavið á skjølunum ella umstøðurnar í málinum ikki á nakran hátt kunnu umbera, at tað tekur eitt heilt ár at avgreiða umbønina. Hon gevur tí Hvalbiar kommunu álvarsliga átalu fyri at lata innlitsáheitanina liggja óavgreidda meginpartin av einum ári. Umboðsmaðurin metir talan verða um so álvarslig brek við viðgerðini hjá Hvalbiar kommunu,at hon eisini sendir álitið hjá sær til formansskapinum í Løgtinginum, til løgmann og landsstýrismanninum í Heilsu og innlendismálum. Grundgevingin hjá Danska Fólkaflokkinum fyri at føroyingar og grønlendingar skulu hava herskyldu er, at so eru allir partar av ríkinum javnt settir. Í landsstýrunum í Føroyum og Grønlandi er onki ynski um at áseta herskyldu. Hetta virðir stjórnin. Vit síggja onga orsøk til hetta, og her er heldur ongin tørvur á tí í løtuni, sigur Claus Hjort Frederiksen. Danski Javnaðarfokkurin og Liberal Alliansa taka í prinsippinum undir við tankanum um herskyldu í øllum kongaríkinum, kom fram undir orðaskiftinum. Men flokkarnir vilja ikki seta hetta í verk uttan stuðul úr Grønlandi og Føroyum. Formaðurin í landsbanka nevndini fær 16.000 krónur um mánaðin, næstformaðurin 12.000 krónur og nevndarlimirnir 8000 krónur um mánaðin tilsamans 816.000 krónur um árið. Vit meta okkum hava ásett eina rímiliga samsýning. Tað sigur Tummas Eliasen, formaður í nevndini fyri Landsbanka Føroya, sum fær 16.000 krónur um mánaðin og ikki 10.000, sum Fíggjarmálaráðið mælti til. Nevndarformaðurin í Landsbankanum vildi hava 24.000 krónur um mánaðin fyri arbeiðið, meðan Lønardeildin helt, at 10.000 um mánaðin var hóskandi. Tá avtornaði, mátti Fíggjarmálaráðið svølgja at skula gjalda Landsbankanevndini munandi meira, enn ráðið sjálvt helt vera rímiligt Býarrætturin í Reykjavík viðgjørdi í gjár revsimálið móti 30 ára gamla grønlendinginum, sum er ákærdur fyri at hava dripið 20 ára gomlu Birnu Brjánsdóttir. Sambært íslendska fjølmiðlinum, Vísir, játtaði maðurin á rættarfundinum í gjár, at hann hevði koyrt í einum leigaðum bili við einari møguliga tveimum kvinnum í um náttina. Ákærdi maðurin sigur, at hann setti genturnar av í eini rundkoyring um 7 tíðina hendan morgunin, og síðani koyrdi hann til eina venjingarmiðstøð, har hann legði seg at sova í bilinum. Løgreglan heldur tvørtur ímóti, at tað var júst tá, at hann koyrdi illa særdu Birnu til at eitt stað úti við havið og tveitti hana á sjógv. Seinni henda fyrrapartin keypti hann reingeringarevni í einum handli, og um middagsleitið vísa upptøkur frá vakmyndatólum, at maðurin vaskar bilin. Tøkniligar kanningar vísa, at blóðrestir frá Birnu Brjánsdóttir vóru serliga á baksetrinum. Men ákærdi vísur aftur, at blóð var á baksetrinum. Á rættarfundinum í gjár legði løgreglan fram fleiri óbeinleiðis prógv móti 30 ára gamla manninum, millum annað, at koyrikortið hjá Birnu Brjánsdóttir varð funnið umborð á trolaranum. Songkvinna Lone Wernblad og Peter Wermø eru á konsertferð í Føroyum. Eisini hava tey verksmiðju saman við børnunum. Vit eru saman við teimum í Tofta skúla, tá ið næmingar skriva sang og gera myndir, sum snúgva seg um tað serstaka, sum er í Føroyum. Árið fyri var hann komin fram aftur í ljósið, tá hann var saman við Bob Dylan, Tom Petty, George Harrison, og Jeff Lynne um ætlanina Traveling Wilburys Vol 1. Stóru hittini hevði hann annars havt í sekstiárunum, tá hann millum annað gav okkum Only The Lonely og Oh Pretty Woman . Fyrst kom Brexit, so Trump og nógv varð spátt um, at høgranationalistiskar rørslur fóru at vinna fram í Eysturríki, Hollandi, Fraklandi og Týsklandi. Hetta vísti seg tó ikki at vera galdandi Eysturríki og Hollandi, har Frælsisflokkarnir hjá Norbert Hofer og Geert Wilders stóðu seg illa, og sunnudagin fekk maðurin á miðjuni flest atkvøður í Fraklandi. Emmanuel Macron hevur ongan flokk og onki politiskt bakland aftanfyri seg í tjóðartinginum. Kappingarneytin, Marine Le Pen hevur einans tvey umboð í tjóðartinginum. Men eitur forsetin Macron eftir valið tann 7. mai, er tað ikki neyðturviliga ein stórur trupulleiki, tí bæði Republikanararnir og Sosialistarnir vilja vera hansara politiska bakland eftir tjóðartingsvalið sum verður í juni. Verri verður hjá Marine Le Pen at fáa stuðul eingin hevur enn peikað á hana, ella sagt seg vilja stuðla henni, tó so, at forsetavalevnið hjá kommunistaflokkinum, Jean Luc Melenchon, enn ikki hevur vilja heitt á sínar veljarar um at atkvøða fyri Macron heldur. Men eru valini í Eysturíki, Hollandi og nú Fraklandi eitt tekin um, at høgranationalisman ikki fær valdið í Evropa, sum nógv annars óttaðust, eftir at Donald Trump varð valdur til forseta í USA, og bretar valdu at fara úr ES Norðurkorea hevur framt umfatandi venjingar í dag í sambandi við eitt hernaðarhátíðarhald. Eitt nú var endamálið at vísa, hvussu landið hevur í hyggju at skjóta amerikanska flotan niður, um hann kemur ov nær hoyr eisini samrøðuna við Lau Ølfjord Blaxekjær um spentu støðuna millum USA og Norðurkorea. Eysturoyartunnilin verður 11,3 km. langur. Mánadagin, 24.apríl, vórðu sprongdir 210 metrar, síðani fyrsta skotið varð skotið á Strondum 21.februar. Eysturoyartunnilin skal vera liðugur í 2020. Tórshavnar kommuna ætlar at brúka grót úr tunlinum til havnarlagið á Sundi, sigur Bogi Andreasen, formaður í Vinnunevndini hjá Tórshavnar kommunu. Hann sigur, at ætlanin er at flyta útfyllingina eystureftir fyri at varðveita Sundsá og ósan á Sundi. Grønur geiri verður gjørdur millum verandi havnarlag og útfyllingina, og farleið verður gjørd millum gomlu og nýggju havnina. Julian A. Dowdeswell og Andy Bowen eru millum fremstu granskarar í heiminum, tá tað snýr seg um arktiska økið. Teir halda millum annað, at Føroyar hava ein giltan møguleika, at gerast meira galdandi í granskingararbeiði, í arktiska og norðuratlantiska økinum. Sum 18 ára gomul stóð eg í tí støðu, at verða ein av trimum kvinnum í okkara familju. Einasta mannfólki í familjuni var beiggi mín, men hann varð dripin, og tá tú ikki hevr nakað mannfólk í familjuni, hevur tú eingi rættindi. Vit fingu onga hjálp fyri at klára okkum. Tí setti eg meg i samband við UNHCR, sum er ST skrivstovan fyri flóttafólk, og eftir tógvi strýð, eydnaðist okkum at koma til Íslands, sigur Zahra Mesbah, sum í 2012 kom til Íslands saman við systir og mammu síni, úr Afganistan. Íslensingar hava, síðan miðskeiðis í fimtiárunum tikið móti flóttafólkum, so tey hava drúgvar royndir, sigur Linda Rós Alfreðsdóttir sum hevur arbeitt við evninum seinastu 10 árini sum fultrúi í íslendska vælferðarmálaráðnum. Hon greiðir frá íslendsku skipanini við kvotaflóttafólkum, og hvussu myndugleikar og sivilsamfelag átaka sær hesa avbjóðing saman við millum annað íslendska Reyða Krossi. Tað er Amnesty International Føroya deild, sum skipar fyri einum átaki í kvøld klokkan 19.30 í Posthúskjallaranum í Tórsgøtu í Havn. Katrin Dam á Neystabø greiðir í hesi samrøðuni frá, hvat ein kvotaflóttafólkaskipan er, og hvussu íslendska skipanin virkar samanborið við onnur lond Tíggju tær dýrastu almennu nevndirnar, og kostnaðurin fyri fastar samsýningar krónur Vanligir fundarpengar eru ikki íroknaðir. Nevnd Um mánaðin Um árið Føroya Tele 88.500 1.062.000 Atlantic Airways 75.000 900.000 Posta 56.500 678.000 Føroya Lívstrygging 55.250 663.000 Eystur og Sandoyartunlar 54.000 648.000 Framtaksgrunnurin 42.100 505.200 Smyril Line 42.000 504.000 Als stýrið 36.000 432.000 Stýrið fyri Búnaðargrunnin 32.500 390.000 Vanlukkutryggingarráðið 26.000 312.000 Tølini eru í yvirlitinum hjá Løgmansskrivstovuni. Tølini eru tó ikki dagførd, og Landsbankanevndin eigur at standa sum nummar trý í talvuni. Hon kostar 816.000 krónur um árið. Sambært nýggjastu tølunum brúkar Uttanríkis og vinnumálaráðið nógv mest pengar uppá nevndarsamsýningar tilsamans góðar 7 milliónir krónur árliga. Tað er næstan helvtin av samlaða kostnaðinum hjá landinum á 14,3 milliónir krónur. Størru norðurlondini útnevna tvey nøvn og tey smærru, eitt nú Føroyar, eitt navn. Í innslagnum hoyra vit Ravnating, sum er ein av útgávunum hjá Yggdrasil. Tey, sum manna Yggdrasil fast eru Kristian Blak, Michael Blak, Heðin Ziska Davidsen, Brandur Jacobsen, Angelika Nielsen, Anders Hagberg og Bilo Veski. Norðurlendska tónleikavirðislønin verður annaðhvørt ár latin einum tónaskaldi, og annaðhvørt ár einum tónleikara. Virðislønin verður handað í sambandi við ársfund í Norðurlandaráðnum sum verður í november. Anna á Borg greiðir frá, hvat hon hevur sæð og upplivað. Hon hevur fingið nógv at vita um plast, sum er evnið í umhvørvisvikuni. Eisini siga børn í skúlabólkinum í býlingshúsinum á Ternuryggi, sína hugsan. Tey hava millum annað teknað til kappingina á Býarbókasavninum. Borghild er í Ostahúsinum, og har ber til at síggja vistfrøðiligan mat, sum kann vigast og koyrast í krukkur og pappírposar, ístaðin fyri plast. Nevndarsamsýningarnar í nevndini fyri Landsbankan verða tilsamans 816.000 krónur árliga. Formaðurin í nevndini fyri Landsbankan fær 16.000 krónur um mánaðin fyri ómakin. Næstformaðurin fær 12.000 krónur og nevndarlimirnir fáa 8.000 krónur um mánaðin. Og tá eru samsýningarnar hjá nevndarformanninum og næstformanninum enntá ein neyðsemja við lønardeildina, tí upprunaliga var ætlanin, at formaðurin skuldi fáa 24.000 krónur og næstformaðurin 16.000 krónur Tað ber ikki til, at nevndirnar sjálvar skulu sleppa at áseta sína egnu løn, sigur Jørgen Niclasen, sum var fíggjarmálaráðharri fram til 2015. Sjálvur gjørdi Jørgen Niclasen nøkur átøk fyri at avmarka nevndarsamsýningarnar. Jørgen Niclasen heldur, at landsstýriskvinnan hevur sovið í tímanum. Bæði við ikki at tryggja sær í lógini, at landsstýrið skal góðkenna samsýningarnar. Og við at góðtaka samsýningarnar nú. Men landsstýriskvinnan hevur møguleika at gera nakað, heldur hann. Formaðurin í landsbanka nevndini fær 16.000 krónur um mánaðin, næstformaðurin 12.000 krónur og nevndarlimirnir 8000 krónur um mánaðin tilsamans 816.000 krónur um árið. Í gjár varð farið undir at gera klárt á Sundi, har grótið skal leggjast. Rør vórðu løgd í ánna, sum skuldu undir heilt, men eftir at arbeiðið varð farið í gongd, steðgaði forkvinnan í Umhvørvisnevndini í Tórshavnar býráð, arbeiðnum. Umhvørvisnevndin vil nemliga varðveita ósan og ánna, sum møguliga er gýtingará, men Vinnunevndin fór kortini undir at leggja hana undir heilt í gjár. Tað merkir millum annað, at brúgv má gerast tvørturum ánna, sum skal kunna bera tunga ferðslu, sigur Bogi Andreasen við in.fo í dag. Forkvinnan í Umhvørvisnevndini Turið Horn og Annika Olsen, borgarstjóri vísa báðar til Boga Andreasen formann í Vinnunevndini í dag, men Bogi Andreassen er farin í feriu. Vit ætlaðu annars at spyrja Anniku Olsen, hvussu tað ber til, at nevndirnar í hennara býráði ikki tosa so frætt saman, at tær eru samdar, tá arbeiðið á Sundi fer í gongd, men Annika Olsen sigur, at hon hevur onga viðmerking til málið. Tað er tunnilsfelagið, sum hevur ábyrgd av teimum 600 kubikmetrunum av gróti, sum skal upp á Hvítanessíðuni av tunnlinum, men tað var ikki partur av uppgávuni, sum varð bjóðað út, at beina grótið burtur og Tórshavnar býráð hevur átikið sær at taka ímóti grótinum. Í Føroyum stríðast vit við serliga nógvar genetiskar sjúkur. Sjúkur, sum eru deyðiligar og ólekjandi. Men politiski myndugleikin ger alt ov lítið fyri at fyribyrgja, at børn verða fødd við hesum sjúkunum. Hetta skilja læknar og tey, ið eru rakt av hesum sjúkunum, ikki. Lagt til rættis Marita á Rógvi. Thordis Anderson og Høgni Petersen, ið eru par, høvdu bara havt hundahvølpin Svan í tveir dagar, tá hann varð tikin úr túninum í Sandavági og dripin og síðan lagdur í kjallarin hjá teimum í einum skrelliposa. Nevndin í Landsbankanum hevur vent upp og niður upp á, hvat tey á Lønardeildini mettu vera eina sjálvfylgju. Tí nevndin noktar at akta Lønardeildina. Hetta er sjáldsamt, sigur stjórin á Lønardeildini. Hann sigur, at nú er hetta ein politiskur spurningur. Lønardeildin mælti landsbankanevndini til at formaðurin fær 10.000 krónur um mánaðin, næstformaðurin 7.000 og nevndarlimir 6.000 krónur Men Landsbankanevndin leggur onki í, hvat Lønardeldin sigur og hevur ásett sær nógv størri samsýning, millum annað við at geva formanninum 16.000 krónur um mánaðin. Vit hava eina siðvenju um, at nevndirnar fylgja okkara tilmælum, sigur stjórin á Lønardeildini. Lønardeildin metir seg eisini hava nóg neyvar niðurskrivaðar reglur at áseta nevndarsamsýningar hjá nevndum. Hetta er Umfarsskriv um nevndarsamsýningar , sum er frá 1983. Har stendur millum annað í grein 1, at Veiting av samsýning til limir í nevndum og ráðum krevur landsstýrisins góðkenning . Og tað er hetta, sum Lønardeildin hevur praktiserað. Lønardeildin hevur sambært lógini neyðugu heimildirnar at áseta samsýningina. Ella tað helt lønardeildin í øllum førum, sigur Jan Mortensen, stjóri. Jan Mortensen metir ikki, at hann sum stjóri á lønardeildini kann gera nakað, nú landsbankanevndin noktar at akta boðunum frá lønardeildini. Ætlanin er at laksurin einans skal vera í ringunum um summarið. Marine Harvest Faroes, sum er dóttirfelag hjá norska ali risanum, hevði sítt besta ár í Føroyum í fjør. Roknskapurin fyri 2016 vísir 256 milliónir krónur í avlopi fyri skatt. Eginognin hjá felagnum er nú 490 milliónir krónur. Marine Harvest alir laks á Oyndarfirði og í Sundalagnum Norður, og harumframt hevur felagið loyvi at ala á Sandsvág. Marine Harvest Faroes tók stívliga 11.000 tons av laksi í fjør. Í summar tekur felagið í nýtslu nýggja smoltstøð á Hellunum, har til ber at framleiða 700 gram smolt. Útbyggingin kostar 100 milliónir krónur. Mamma og pápi Torstein skulu hava eitt lítið, ljósareytt pinkubarn. Vánaligasti vinur Torstein, Villi, veit væl hví. Tað er tí, at mamma og pápi Torstein ikki halda hann vera so fittan longur, tí at tey ikki elska hann so nógv longur. Men øll elska pinkubørn, tey sigast at lukta so væl. Torstein luktar seg sjálvan. Hann dugir væl at lukta, at hann ikki luktar so væl. Men mamma og pápi Torstein fara kanska at elska hann, um hann roynir at vera fittari Ruddar kamarið sjálvur Og ikki gremur seg um at skula í song Elin á Rógvi lesur og Dánjal Tavsen ger ljóðmyndina. Kim Fupz Aakeseon skrivaði og Malan Háberg týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2012. Mamma og pápi Torstein skulu hava eitt lítið, ljósareytt pinkubarn. Vánaligasti vinur Torstein, Villi, veit væl hví. Tað er tí, at mamma og pápi Torstein ikki halda hann vera so fittan longur, tí at tey ikki elska hann so nógv longur. Men øll elska pinkubørn, tey sigast at lukta so væl. Torstein luktar seg sjálvan. Hann dugir væl at lukta, at hann ikki luktar so væl. Men mamma og pápi Torstein fara kanska at elska hann, um hann roynir at vera fittari Ruddar kamarið sjálvur Og ikki gremur seg um at skula í song Elin á Rógvi lesur og Dánjal Tavsen ger ljóðmyndina. Kim Fupz Aakeseon skrivaði og Malan Háberg týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2012. Reyði Krossur er sera fegin um gávuna, tey hava fingið frá H. N. Jacobsen s bókahandli. Fleiri hundrað bøkur eru savnarar saman í smærri eskjum í hølinum hjá Reyða Krossi á Bryggjubakka í Havn. Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi Føroyadeild, sigur, at bøkurnar kosta fimm krónur stykkið, men fólk hava sjálvandi møguleika at leggja meira í kassan. Tó, sigur Jóannes, at nakrar føroyskar bøkur eru, sum fara fyri 20 krónur srtykkið. Jóhs. Follend, prestur, prátar við Martinu Joensen um kirkjuna í Sandavági. Samrøðan er frá 1958. Heini F. Petersen sigur frá rúnarsteininum í Sandavági, um løgmenninar, sum høvdu sætið á Steig og um V.U.Hammershaimb Tað er av stórum týdningi, at viðgerðin byrjar alt fyri eitt. Jú fyrr farið verður í gongd, jú størri møguleikar hevur persónurin við hjartasteðgi. Leygardagin verður hjartastartaradagur á torginum í SMS. Tá kunnu fólk royna at geva dukku hjartamassasju og royna hjartastartara. Í 2016 var lønin hjá stjórnini 2 milliónir og 253.000 krónur Hon var fýra milliónir og 114.000 krónur í 2015, næstan dupult so nógv sum í fjør, tí tá fingu tveir forstjórar løn. Tá landsstýriskvinnan kundi koyra nevndina í Fíggingargrunninum til hús, so kann hon eisini gera tað sama við landsbankanevndina, heldur Bárður Nielsen. Formaðurin í Landsbankanum fær 16.000 krónur um mánaðin í nevndarsamsýning. Næstformaðurin fær 12.000 krónur og nevndarlimir fáa 8.000 krónur. Kommunan hevur boðað Bústøðum frá, at hon vil fegin, at í minsta lagi triðja hvør íbúð verða bygd og innrættað til eldri fólk og fólk, sum hava ringt við at røra seg. Endamálið við grunninum er, at øll í Føroyum skulu hava møguleika fyri at útvega sær bústað, at tryggja fjølbroytni á bústaðarmarknaðinum, og at stuðla upp undir veðurlagspolitikkin við at minka orkunýtsluna í bústøðum. Tá kommunan selur grundøkini undir marknaðarprísinum, skal kommunan tryggja sær, at kommunali áhugin verður røktur í samband við søluna, at grundøkini verða nýtt til tað endamál, sum er treytin fyri søluni. Kommunurnar vilja ikki spæla við, var boðskapurin á aðalfundinum hjá Kommunufelagnum fríggjadagin. Kortini sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, at semja við kommunurnar er á veg. Kommunufelagið tekur ikki undir við einum felags almennum íløgukarmi og rakstrarkarmi, soleiðis sum landsstýrið mælir til og hevur havt samráðingar við Kommunufelagið um. Felagið sær sjálvsagt vandan fyri, at føroyski búskapurin verður ovhitaður, og tí er skynsamt, at allur almenni geirin, bæði land og kommunur, heldur aftur í góðum tíðum. Tað segði Dennis Holm, formaður í Kommunufelagnum, á aðalfundi felagsins fríggjadagin. Hann sigur, at kommunurnar longu hava ymsar avmarkingar í síni fíggjarstýring. Men eftir okkara tykki er trupulleikin ikki kommunalu íløgurnar. Landið eigur tí at byrja við at hyggja eftir egnum raðfestingum, sigur formaðurin í Kommunufelagnum. Harafturat kann landið ikki krevja, at kommunurnar minka íløgur og rakstur, samstundis sum tær skulu taka á seg nøkur av tyngstu vælferðarøkjunum. Tað er at blása og hava mjøl í munninum, sigur Dennis Holm. Kommunurnar sleppa heldur ikki at spara upp pengar ella at skylda meira enn eina álíkning. Stórar íløgur kunnu bara gerast í góðum tíðum, tá inntøkurnar hjá kommununum eru góðar. Dennis Holm sigur, at kommurnar noyðast at gera nógvar íløgur, sum ikki kunnu bíða, tí tær eru lógarfestar. Er ætlanin hjá landinum, at fíggjarliga frælsið hjá kommununum at raðfesta skal avmarkast, merkir tað, at kommunurnar noyðast at lækka tænastustigið. Tað ger, at trivnaðurin hjá fólki minkar, segði formaðurin í Kommunufelagnum á aðalfundi felagsins. Dennis Holm leggur afturat, at málið um Talgildu Føroyar er enn eitt dømi um, at stevið millum Fíggjarmálaráðið og Kommunufelagið ikki er av tí besta. Hetta hevur ávirkan á samstarvsviljan hjá felagnum og kommununum við Fíggjarmálaráðið. Hann er ikki í løtuni tann stóri. Kommunufelagið hevur boðað Fíggjarmálaráðnum frá, at felagið vil allar trupulleikar við ráðið loystar, og ikki bara teir trupulleikar, sum Fíggjarmálaráðið hevur hug at samstarva um. Hóast útsøgnirnar hjá Dennis Holm, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, at semja við kommunurnar um íløgur og rakstur, um búskaparstýring, er komin undir land. Partarnir eru samdir um at seta arbeiðsbólk at orða samstarvið. Hon ivast framvegis ikki í, at tað ber til at fáa kommunurnar at vera við í kørmunum. Vitello býr í einum raðhúsum beint við ringvegin. Hann býr sjálvandi ikki har einsamallur, hann býr saman við mammu síni. Og Mamma hevur ein nýggjan bil, næstan nýggjan. Mamma er øgiliga bangin um, at lakkið verður skøvað, hon sigur, at tað er tað viktigasta í verðini. Men ein dagin spælir Vitello eitt nokk so gott spæl við síðuna av bilinum, eitt spæl við einum bólti og eini brotnari rívu. Kim Fupz Aakeson skrivaði og Sjúrður Gullbein týddi til føroyskt. Jensina Olsen og Dánjal Tavsen gjørdi ljóðmyndina. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2013 Tað er sera forvitnisligt at vitja í atelierinum hjá feðgunum Tróndi og Brandi Patursson. Vit hava verið á gátt. 31. oktober í ár eru 500 ár liðin, síðani týski professarin í gudfrøði, presturin, tónaskaldið, og munkurin Martin Luther setti skjøtil á reformatiónina. Og saman við Jákupi Reinert Hansen, ph.d, og lektara í kirkjufrøði, umrøða vit eitt nú hvønn týdning Luther hevur haft. Mánadagin 3. apríl tók Jónas Bloch Danielsen við sum nýggjur leiðari í Mentanarhúsinum í Fuglafirði og Jónas vitjar útvarpsstovuna um eina løtu. Á Mentanarcaf ini, sum varð send í Dimbuldagaviku, hittu vit operasangaran Rúna Brattaberg, sum í dag er viðurkendari tulkari av týska tónaskaldinum Richard Wagner, sum var føddur 22. mai 1813 í Leipzig, og sum andaðist 13. februar 1883 í Venezia, 69 ára gamal. Og seinast í sendingin fer Sunleif Rasmussen at útgreina Wagner og hansara univers. Tú kanst hoyra sendingina her Miklagarður hevur í seinastuni havt kjøt til sølu, sum, mong hugsaðu, var púra óhoyrt fyri bert fáum árum síðani. Hoyr Jørgen Jørgensen, slaktarameistara í Miklagarði, greiða frá um slangu kenguru og krokodillukjøt. Hóast neyta og lambskjøt enn er best umtókt, er trendurin í dag at royna ymiskan mat, sum á onkran hátt er ein avbjóðing. Hoyr í samrøðuni, hvat rørist í føroyskari matmentan innan kjøt. Í vikuni lærdu vit, hvussu væl ella illa almennir nevndarsessir verða løntir og eitt sindur um hvør ásetur nevndarsamsýningarnar. Og í dag lærdu vit, at um eingin sær so gongur tað nokk. Fyrst ætlaði formaðurin, at hann skuldi hava 24.000 krónur um mánaðin, so 16.000 krónur um mánaðin, men so oyðilegði útvarpið alt spælið mikukvøldið. Tá kom fram, hvussu landsbankanevndin hevði fjálgað um seg sjálva móti viljanum hjá landsstýriskvinnunum í fíggjarmálum og so gekk ikki meiri og nevndasamsýningarnar eru nú settar niður. Og hvat læra vit so av tí Og so skeyt Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu, fyrsta skotið streymoyarmegini fyri Eysturoyartunnlinum, har nevndarsamsýningin til nevndarformannin er 16.000 krónur um mánaðin, men so skal sigast at nevndin skal bæði standa fyri Eysturoyartunlinum og Sandoyartunlinum. Í morgun tarnaðu 3. árs næmingar í Hoydølum ferðsluni á Hvítanesvegnum í Havn í sambandi við árliga skulkidagin , sum er sigur at hava, tá ið skúlagongdin er av. Hetta var um áttatíðina í morgun, tá ið ferðslan var uppá sítt mesta. Tað hevði við sær langar bilrøðir, og boð vóru eftir løgregluni at halda skil á. Hoyr samrøðu við Finn Hansen, løgreglumann, sum sjálvurannar var á staðnum. Og í Føroyum koma sálarfrøðingarnir nú undir hert eftirlit, men einki eftirlit er við psykoterapeutunum og øðrum fakbólkum, sum átaka sær sálarfrøðiligar uppgávur. Stóra avbjóðingin er at fáa tað gamla og nýggja tilfarið at rigga saman, heldur Bárður Dam í Baianstovu, arkitektur frá Landsverki, sum stendur fyri arbeiðinum. Broytingin merkir, at formaðurin fer úr 16.000 krónum niður í 10.000 krónur um mánaðin. Næstformaðurin fer úr 12.000 krónum niður í 7000 krónur um mánaðin og nevndarlimirnir fara úr 8000 krónum niður í 6000 krónur um mánaðin. Vaktleiðarin á politistøðini, Jan Poulsen, sigur, at maðurin var farin oman á kajina at vaska lastbilin hjá sær. Ein í grannalagnum varnaðist, at lastbilurin stóð so leingi á kajini, og fór tí oman at kanna málið. Og tá var eingin maður har. Í samgonguskjalinum hjá býráðsmeirilutan í Havn stendur, at kommunan saman við landsmyndugleikum útvegar hóskandi høli til hospice. Savningin av vitanini um dansk turkarnar er vanlig avleiðing av kvettroyndini, har fleiri fólk lógu eftirá. Um fólkini, sum hava ábyrgdina av kvettroyndini, ganga ímillum okkum, so mugu vit vita tað, sigur ráðgevin við blaðið. Danskir miðlar hava fyrr almannakunngjørt, at turkiska sendistovan fyrr hevur sent nøvnini á fýra fólkum og 14 frískúlum til turkisku myndugleikarnar. zlem Cekic, fyrrverandi fólkatingslimur, og sum sjálv hevur funnist hvassliga at stýrinum hjá Erdogan, forseta, sigur seg vera skelkaða av tí sum hendir. Síðani kvettroyndina í Turkalandi hálvan juli í fjør, eru fólk í túsundatali handtikin, fleiri túsund eru søgd úr starvi, samstundis sum eftirlitið við andstøðingum er munandi hert. Amerikanska verjumálaráðið váttar, at Norðurkorea hevur sent upp enn eina royndarrakett, og Donald Trump, forseti, hevur skýrt hetta at vera vanvirðiligt mótvegis Kina. Rakettin varð skotin upp bert fáar tímar eftir, at amerikanski uttanríkisráðharrin, Rex Tillserson, hevði ávarað ST trygdarráðið um, at tað fær vanlukkuligar avleiðingar, um altjóða samfelagið og serliga Kina ikki leggur trýst á Norðurkorea fyri at fáa landið at gevast við vápnadubbingini. Spurningurin hjá hesum lurtara var í stuttum Havi eg keypt eitt setur á mínum flogtúri, ella havi eg bara keypt rættin at seta afturpartin niðurá Er tað ok, at summi brúka so nógv pláss, at eg siti illa Hinir spurningarnir vóru um krøvini ein familja kann seta til vitjanir frá einari smábarnamammu og um sølu av ósunnum mati í skúlunum fyri at fíggja uttanlandaferðir. Í panelinum hesa ferð eru Barbara á Tjaldrafløtti, Ása Andreasen og Hallelujasofus. Tað er eina ferð um árið, at kórsangarar fáa høvið at hittast, og vísa í verki, hvat tey hava avrikað seinasta árið á almennaru konsertini. Kári Bæk, formaður í Kórsambandi Føroya, sigur, at tað er innbygd ein kapping millum kórini á konsetini í dag. Kórini skulu finna upp á okkurt serligt til konsertina. Tí kann roknast við at summi hava serliga búna, summi gera serligar rørslur og summi hava serligan innmarsj. Virðisløn verður latin fyri bestu framførslu. Onnur virðisløn verður latin fyri mest upprunakendu, skemtiligu ella sermerktu framførslu. Og so er tað triðja virðislønin, har tú, sum áhoyrari skalt atkvøða fyri tí kórinum, sum tær dámar best. Felagskórið fer at frumframføra verkið Heystforsøgn, sum Unn Patursson hevur skrivað til høvið, og Lív Maria Róadóttir Jæger eigur orðini. Kórini, sum syngja og kappast í dag eru Tórshavnar Manskór, Tarira, Fuglafjarðar Sangkór, Gøtu Kirkjukór, Eystanljóð, Havnarkórið, Morgunkórið, Xperiment, Kamarkórið, Glymur, Vestmanna Sangkór, Kristiliga Sangkórið og Flóð. Teir 27 ríkis og stjórnarleiðararnir eru á fundi i ES borgini í dag, og fara væntandi at semjast um, at bretska útmeldingin úr ES skal verða í tveimum stigum. Formaðurin fyri ES tinginum, Donald Tusk, staðfesti beint undan fundinum, at ES við hava tøtt og sterk bond við Bretland, eisini í framtíðini. Fyrsta stigið í samráðingunum fer at snúgva seg um treytirnar fyri at Bretland fer úr ES. Týdningarmiklir spurningar tá eru, hvørji rættindin ES borgarar skulu hava í Bretlandi, bretska íkastið til ES fíggjarætlanina, og markna eftirlitið millum Írland og NorðurÍrland. Formaðuri í ES tinginum segði fyrr í dag, at ES fer at byrja samráðingarnar um Brexit við spurninginum um, hvørji rættindini hjá ES borgarar í Bretlandi og bretar í ES skulu hava í framtíðini. Sambært fyribils leiðreglum frá ES nevndini, kann seinna stigið í tilgongdini byrja, tá nóg stór framstig eru gjørd á fyrsta stigi. Vit mugu semjast sum ES27. Tað er bara tá vit kunnu avgreiða samráðingarnar. Tað merkir, at okkara semja hevur eisini stóran týdning fyri bretsku áhugamálini, segði Donald Tusk. Nú, innan veruligu samráðingarnar við Bretland um at fara úr ES, tykjast leiðararnir í ES londunum verða rímiliga samdir. Eisini ES tingið og ES nevndin hava higartil verið samd. Aðalfundur var í felagnum í gjár, og tá vórðu Birgir Durhuus og fyrrverandi enski orkumála ráðharrin, Charles Hendry, valdir í trímanna nevndina hjá føroyska partafelagnum, saman við Ben Arabo, stjóra. Birgir Durhuus hevur verið í nevndarformaður í felagnum fyrr, meðan Charles Hendry umboðar London Oil and Gas, sum hevur lænt Atlantic Petroleum pengar. David A. MacFarlane, sum var formaður, Jan Eiden Muller og Knud Hans Nørve, stóðu fyri vali, men nevndin skeyt upp at velja Charles Hendry, Birgir Durhuus og stjóran í felagnum, Ben Arabo, í nevndina. Seinastu tvey árini hava verið turbulent hjá felagnum, millum annað orsakað av lágum oljuprísum. Felagið hevði hálvja miljard krónur í halli í fjør. Á aðalfundinum í gjár varð samtykt, at yvirskotið í 2016, 12 milliónir krónur eftir skatt, verður flutt til næsta roknskaparár, sum er 2017. Umleið 7.000 partaeigarar eru í Atlantic Petroleum, av teimum er umleið helvtin føroyingar. Flestu partaeigararnir búgva í Danmark. Tað er ógreitt, hví Wikipedia er blokkerað, men turkisku myndugleikarnir hava í fleiri ferðir forðað borgarum í at fáa atgongd til eitt nú Twitter, Facebook og Youtube. Nakrir turkarar rógva framundir, at nú er tað Wikipedia, sum átti tørnið, tí Wikipedia brúkarar hava dagført síðurnar um turkiska forsetan, Recep Tayyip Erdogan, og tað er ikki smikrandi lesnaður, skrivar svt.se. Eitt ísfiskalínuskip, sum hevur fiskað við Ísland, landar eisini í næstu vikuni. Tað hevur ein blanding av toski, hýsu, brosmu og longu. Viðvíkjandi útróðri, so er streymurin harður fyrst í vikuni, men batnar sum vikan líður. Veðrið verður gott, so tí væntar Fiskamarknaðurin nakað av útróðri. Ein djúpvatnstrolari er farin at partrola eftir upsa. Ein fiskar blálongu og stinglaks, og ein frystitrolari er farin til Eysturgrønlands at fiska svartkalva. Restin liggur við bryggju, men onkur fer út í næstum. Flestu partrolararnir eru til fiskiskap. Teir fáa mest av upsa, men fiskiskapurin er framvegis smáligur. Partrolarnir koma inn sum vikan líður. Trý pør fiska gullaks. Tvey garnaskip fiska svartkalva og tey koma helst inn at landa miðskeiðis ella síðst í vikuni, og fiskiskapurin hjá teimum hevur verið brúkiligur í seinstuni. Landsfundur var í Framsókn í Havn í dag. Formaðurin Poul Michelsen segði millum annað, at tíðirnar í løtuni á mangan hátt minna um tað, vit áður hava sæð, áðrenn vit eru endað í búskaparkreppum. Nógv tekin eru í sól og mána, at tíðirnar í løtuni líkjast teimum, vit fyrr hava upplivað, og tí er tað nú, samgongan skal vísa, hvat hon dugir til, segði Poul Michelsen millum annað. Vit eiga at fylgja við, hvussu íløguhugurin verður komandi mánaðirnar og gera neyðugu umraðfestingarnar, tá ið fíggjarlógin 2018 verður samtykt, vóru boðini frá honum. Tað var um fimmtíðina í morgun, at løgreglan fekk boð um, at brotið var inn í ein handil í Havn. Løgreglan hevði góð spor at elta og stutt fyri døgurða handtók hon tveir menn. Teir eru síðani avhoyrdir og annar játtar seg sekan, hin noktar, báðir eru teir tó skuldsettir í málinum, sum nú fer í rættin. Fyribils er staðfest, at sigarettir og pengar er stolið úr handlinum. Konservativi flokkurin stendur til at fáa 44 prosent av atkvøðunum, meðan Labour stendur til at fáa 31 prosent. 13 prosentstig eru enn á muni. Men fyri einari viku síðani vóru 23 prosentstig í muni ímillum flokkarnar. Liberali flokkurin fær 11 prosent, meðan Ukip stendur til at fáa sjey prosent. Miðskeiðis í apríl boðaði Theresa May óvæntað frá, at parlamentsval skuldi vera 8. juni. Hun segði orsøkina vera, at hon vildi hava ein greiðan meiriluta í fólkinum, áðrenn samráðingarnar byrja við ES um at taka landið úr samveldinum. Theresa May gjørdist foirsætisráðharri seinasta summar, eftir at David Cameron valdi at leggja frá sær, eftir fólkaatkvøðuna um ES limaskapin. Hon hevur roynt at føra konservativa flokkin fram sum ta støðugu loysnina eftir Brexit. Á fundi í gjár í Bruxelles samtyktu hini 27 ES londini eina felags støðu uppundir samráðingarnar við Bretland. Samráðingarnar byrja væntandi eftir parlamentsvalið í Bretlandi 8. juni. Bill Justinussen og Jenis av Rana, kærdu avgerðina hjá løgmanni at leggja grein 14 stykki 2 í hjúnabandslógini undir málsøkið hjá landsstýrismanninum í mentamálum. Fleiri mál eru annars í landsstýrismálanevndini. Umframt kæruna frá Bill Justinussen og Jenisi av Rana, um hjúnabandslógina, sum verður avgreidd í vikuni, er ein kæra frá Meginfelag Útróðrarmanna um Høgna Hoydal og fiskidagarnar frá í fjør, ein kæra frá Jacobi Vestergaard um løgmann, ein kæra frá Jørgini Niclasen um Høgna Hoydal og fiskirættindi, og ein kæra um Høgna Hoydal um lógaruppskotið um fyrisiting av sjófeingi. Bólturin lá annars eisini í HB málinum í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, og tá mundu flestøll halda Víking hava vunnið bæði sigurin og oddasessin í landskappingini. Men málið varð kolldømt, og sostatt býttu liðini stigini javnt millum sín. NSÍ gjørdist fyrsta liðið at vinna á suðringum við Stórá í ár. Dysturin endaði 3 1 til gestirnar úr Runavík, sum nú av álvara melda seg uppí oddastríðið. Í Klaksvík vann KÍ ársins fyrsta sigur á heimavølli, tá ið EB Streymur vitjaði við Djúpumýru. Sjálvt um KÍ stóð fyri tí mesta gjøgnum allan dystin, so kom einsamalla málið ikki fyrrenn beint fyri leiklok. Støðan í EFFO deildini, nú øll liðini hava spælt seks dystir 1 Víkingur 12 2 Suðuroyaliðið 12 3 KÍ 10 4 NSÍ 9 5 B36 7 6 HB 7 7 07 Vestur 7 8 ÍF 5 9 Skála 4 10 EB Streymur 4 Tí tvey uppskot skulu gerast, eitt fyri Grønland í ríkisfelagsskapinum og undir donsku grundlógini, og eitt fyri sjálvstøðugt Grønland, ein grønlendskan stat. Sambært blaðnum Sermitsiaq skulu uppskotini vera liðug um tvey ella trý ár. Sjey politikarar eru í bólkinum, sum ger uppskot um grønlendska stjórnarskipan og grundlóg. Hálv sætta millión krónur eru settar av til arbeiðið í ár og tað sama næsta ár. Vivian Motzfeldt í flokkinum Siumut er forkvinna í bólkinum, sum skal gera uppskot um stjórnarskipan og grundlóg. Norska sildakvotan í ár er 67 prosent av heildarkvotuni. Hon var 61 prosent í fjør. Norska kvotan er hækkað, tí Føroyar hava hækkað sína kvotu. Funnist verður at ábyrgdarloysinum hjá Føroyum og Íslandi. Men einasti mátin er at svara teimum aftur við at hækka norsku kvotuna. Sambært gamla býtinum, sum er frá 2007, eigur Noreg 61 prosent av heildarkvotuni. Men tá Føroyar hækkaðu sína kvotu, fór norski parturin í veruleikanum niður í 54 prosent. Berfjord sigur, at bara Noreg og ES hava sýnt ábyrgd viðvíkjandi norðhavssildini. Hann sigur, at Føroyar hækka kvotuna fyri at fáa pengar í landskassan. Løgmaður heldur fast um, at tað var søla av partabrøvum, og ikki av fiskiloyvum, tá hann í 2002 seldi síni partabrøv í P f Klakki, sum eigur línuskipi Klakk. Tað sæst í brævi frá løgmanni til landsstýrismálanevndina. Tað er Jacob Vestergaard, løgtingsmaður, ið hevur kært Aksel V. Johannesen, løgmann, til landstýrismálanevndina, tí hann vil vera við, at løgmaður hevur satt ósatt fyri tinginum, tá hann svaraði fyrispurningi um søluna av partabrøvunum í P f Klakki. Í svarinum til landsstýrismálanevndina, sum advokaturin hjá løgmanni hevur skrivað, verður hildið fast um tað, ið løgmaður segði í tinginum, at søla løgmans av partabrøvum sínum í P f Klakki í 2003 var ein partabrævasøla, og tí ikki á nakran hátt kann sigast at vera ein søla av fiskirættindum. Samgongan heldur seg til íløgukarmin og tekur tí ikki undir við uppskotinum hjá Sambandsflokkinum um at lata 18 milliónir krónur til nýggjan húsarhaldsskúla í Klaksvík. Sambandsflokkurin mælir til at játta hálva millión í ár, 8,5 milliónir næsta ár og níggju milliónir í 2019. Klaksvíkar kommuna hevur játtað at lata aðrar 18 milliónir til byggingina. Mentamálaráðið hevur saman við øðrum fyrireikað byggingina í Klaksvík síðani 2013. Minnilutin í Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum, Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Miðflokkurin, mælir til at samtykkja uppskotið hjá Sambandsflokkinum. Arbeiðið, at seta upp vatnbreytina í Svimjihøllini í Gundadali, gongur væl, og breytin verður væntandi klár at brúka miðskeiðis í hesum mánaðinum, skrivar Tórshavnar kommuna. Vatnbreytin verður 72 metrar lang, og ein lítil vatnbreyt verður eisini sett upp til smærri børn. Samlaða verkætlanin kostar góðar 3,6 milliónir krónur. Umleið 500 fólk vitja hvønn dag Svimjihøllina í Gundadali, um summarið tó nakað væl fleiri fólk, tá útivið 800 fólk brúka svimjihøllina. Í temasendingini í kvøld hoyra við millum annað Min førsta Komposition við Carl Jularbo, og Pliggen Polka við Ebbe Jularbo. Lagt til rættis Hanna og Terji Jakobsen. Hetta ger nakað fyri samanhaldið í flokkinum, og kanska finna vit onkran nýggjan rógvara eisini, sigur Karlot Hergeirsson, kappingarleiðari í Róðrarsambandinum. Kappingin, ið hevur fingið heitið Kiwanis Róðrar Kupp 2017, hevur sum endamál at fáa tey ungu at røra seg likamliga, óansæð um tey íðka ítrótt ella ikki. Rógving krevur ikki nakrar ávísar ítróttarligar førleikar, og tí er tað ein upplagdur møguleiki fyri, at øll kunnu vera við uttan mun til, hvussu góð ella minni góð viðføddu ítróttarligu evnini eru. Vit í Róðrarsambandi Føroya gera hetta bæði tí, at vit vilja fremja og framtíðartryggja føroyska rógving, og tí vit meina, at tjóðarítrótt okkara eigur at vera ein natúrligur partur av skúlanum. Ein ikki minni týdningarmikil orsøk er, at hetta er eitt gott og heilsufremjandi tiltak fyri tey ungu, sigur Karlot Hergeirsson, kappingarleiðari í Róðrarsambandi Føroya. Róðrarsambandið sendi í januar í ár undirvísingartilfar út til skúlanar, sum síðani er nýtt í ítróttarundivísingini, og hæddarpunktið í hesum verður Kiwanis Róðrar Kupp 2017 í høllini í Skúlanum við Løgmannabreyt mánadagin 1.mai. Sostatt er likamliga rørslan hjá nógvum børnum og ungum rættiliga avmarkað. Vit halda tí hetta vera eitt frálíkt átak hjá Róðrarsambandi Føroya, sum felagsskapur okkara fegin vil stuðla. Fremsta endamálið hjá Kiwanis er júst er stuðla átøkum, sum eru børnum at frama, sigur Kári Mikkelsen, forseti í Kiwanis Tórshavn. Atljóða arbeiðaradagur er í dag. Í Havn skipar Havnar Arbeiðarafelag fyri 1. mai dagshaldi á Vaglinum, tiltakið byrjar klokkan 17. Havnar Hornorkestur spælir. Aftaná eru øll hjartaliga vælkomin inn á gólvi í húsum felagsins á Tinghúsvegnum 7 til ein drekkamunn. Tey, sum eisini vilja vera við til 1. mai haldið í Vestmanna, fáa tíð til at koyra til Vestmannar at hátíðarhalda dagin har. Í Vestmanna verður 1. mai dagshald á Reyða Torginum. Tiltakið byrjar klokkan 17. Í ár eru tað Vestmanna Arbeiðarafelag, Norðstreymoyar Javnaðarfelag og Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag, ið hava tikið seg saman um at hátíðarhalda altjóða verkamannadagin. Røðarar verða Eyðgunn Danielsen, forkvinna í Vestmanna Arbeiðarafelag, Barbara Gaardlykke Apol, forkvinna í Sosialistisk Ung, og Jóanes Nielsen, rithøvundur. Vestmanna Hornorkestur spælir. Aftaná røður og tónleik bjóðar Vestmanna Arbeiðarafelag ein drekkamunn í felagshølunum beint við Torgið. Pengarnir skulu brúkast til at umfíggja ein part av einum lánsbræva láni hjá landskassanum, sum fellur til gjaldingar seinast í juni. Tað lánið er eina milliard til støddar. Restin av pengunum skulu gjaldast við at selja lánsbrøv á føroyska og danska marknaðinum. Fyrireikingarnar til hesa søluna eru í gongd. Kommunulæknafelagið hóttir nú við at fara í verkfall, verða arbeiðsumstøðurnar hjá kommunulæknunum í Føroyum ikki bøttar skjótt. Tað sigur Marjus Dam, formaður í Kommunulæknafelagnum, við útvarpið. Felagið hjá kommunulæknunum í Føroyum hevur í vikuni eisini vissað sær stuðul frá læknafeløgum í norðurlondum, um arbeiðið verður lagt niður. Tað vil siga, at norðurlendskir læknar hava lovað Kommunulæknafelagnum, at teir fara ikki í starv í Føroyum, um verkfallið gerst veruleiki. Marjus Dam vónar ikki, at tað verður neyðugt at fara í verkfall. Marjus Dam sigur, at hetta er í fyrstu atløgu ein hóttan. Hann vil ikki siga ítøkiliga, nær tolið hjá kommunulæknunum er uppi. Men hendir einki skjótt, so eru ikki aðrir møguleikar. Tað er trupult at fáa kommunulæknar í starv í Føroyum. Tað hevur verið støðan í nógv ár. 30 kommunulæknastørv eru í dag. 18 teirra eru mannað við kommunulæknum í føstum starvi. Tað er bara í Havn, at tað ber til at manna leysu størvini. Uttan fyri Havnina verða flestu størvini mannað við skiftandi ofta útlendskum avloysarum. Men Marjus Dam hevur bara havt tveir fundir við landsstýriskvinnuna, síðan samgongan tók við í september 2015. Seinasti fundurin var fyri fýra vikum síðan. Og hann hevur einki hoyrt aftur. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, hevur sett sær fyri at nýskipa kommunulæknaøkið í hesum árinum. Felagið tekur ikki undir við teimum ætlanunum, landsstýriskvinnan hevur lagt fyri økið. Tilsamans eru nú boraðir 235 metrar í Eysturoyartunlinum, nú 17 vikur eru gingnar, síðani arbeiðið uppá Eysturoyartunnilin byrjaði, upplýsir Eystur og Sandoyartunlar á Facebook . 235 metrar svarar til umleið tvær ferðir longdina á grasvøllinum á Tórsvølli. Neyðugt er framvegis at tetta smærri lekar, sum verða tettir so hvørt, sigur tunnilsfelagið. Fyrsta skotið streymoyarmegin varð latið av hósdagin í síðstu viku. Eysturoyartunnilin verður til samans 11,3 kilometrar langur, og skal ætlandi verða liðugur í 2020. Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sigur við útvarpið, at hann í morgin fer at koma við einum tíðindaskrivi um, hvat stendur í semjuni. Sjálvt uppskotið verður lagt fyri Løgtingið í næstu viku. Høgni Hoydal sigur, at neyðugt er at brúka hesa vikuna aftrat at fáa uppskotið liðugt. Tað var 24. apríl, at semja varð gjørd millum samráðingarfólkini hjá samgonguni um eina fiskivinnunýskipan. Men onki hevur verið sagt um, hvat stendur í semjuni, men tað verður so kunngjørt í morgin. Sambært tíðarætlanini hjá Løgtinginum, fer Løgtingið í summarfrí í næstu viku, og tí fær tingið neyvan stundir at hava allar tríggjar viðgerðirnar av uppskotinum fyri summarfrítíðina. Men Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, segði við útvarpið í síðstu viku, at hann fer at kalla Løgtingið saman aftur í summar, at viðgera uppskotið um fiskivinnunýskipan. Uppskot, sum ikki eru samtykt, áðrenn nýggj tingseta byrjar á ólavsøku, detta burtur, og mugu tí leggjast framaftur av nýggjum. Tí má Løgtingið avgreiða málið fyri ta tíð. Øll fiski og veiðiloyvi fara úr gildi á nýggjárinum, og tí arbeiðir landsstýrið við einari nýggjari fiskivinnunýskipan. Eitt uppskot kemur afturat um fiskivinnunýskipan. Tað er Sambandsflokkurin, ið kemur við einum uppskoti. Flokkurin hevur tryggjað sær undirskriftir frá samgonguni, so uppskotið kann leggjast fram, hóast tíðarfreistin er farin. Hann var ættaður úr Ollerup nærhendis Svendborg á Fjóni, og var í árunum frá 1992 til 2001 profilur á besta liðnum hjá GOG, sum vann fleiri donsk meistaraheiti tey árini. Sjálvur spældi Henrik Gerster umleið 500 dystir í fremstu donsku deildini, umframt at hann í 1994 spældi tríggjar A landsdystir fyri Danmark og í fleiri umførum spældi evropeiskan hondbólt við GOG. Umframt GOG spældi Gerster eisini fyri SH, Nyborg og Holte í Danmark, og harafturat royndi hann seg eisini í tveimum týskum feløgum, SG Hameln og Wuppertal. Føroyska tilveran hjá stóra og hartskjótandi bakkinum byrjaði sum leikandi venjari í H71, og gjøgnum mong ár var hann venjari í fleiri føroyskum feløgum. Hann vann fýra føroysk meistaraheiti, fýra steypafinalur og var harumframt eisini landsliðvenjari eitt skiftið. Ímeðan hann virkaði sum venjari, nam Gerster sær eisini hægstu venjaraútbúgvingina innan hondbólt EHF Master Coach, sum hann gjørdist liðugur við í fjør. Hansara seinasta starv sum hondbóltsvenjari var í Noregi, og komandi uppgávan bíðaði eftir honum í Odder H ndbold, har hann skuldi taka við sum venjari til komandi kappingarár. Henrik Gerster var giftur og búsitandi í Føroyum, men var staddur í Danmark í gjár, tá ið hann andaðist. Hann doyði av einum hjartatilburði, skrivar Odder H ndbold í tíðindaskrivi. Henrik Gerster gjørdist 52 ára gamal. Umhvørvið skulu vit ikki einans hugsa um í umhvørvisvikuni, men umhvørvisvikan er eitt gott høvi at kasta ljós á okkara náttúru og umhvørvi, sum er alt okkara lívsgrundarlag. Tíverri hava vit menniskju ikki altíð borið okkum skynsamt at í okkara framferð og brúki av náttúruni og umhvørvinum, og avleiðingarnar av hesum síggjast um allan heim í dag, eisini hjá okkum. Vit leggja dent á, at vit kunnu gera tingini øðrvísi og broyta onkrar av okkara gerandisvanum, sum í framtíðini kunnu gagna bæði umhvørvi, okkum sjálvum og eisini okkara eftirkomarum. Vit byrja í tí smáa, til dømis at vit kunnu gera okkum tankar um, um tað er neyðugt at nýta bilin, hvørja ferð vit skulu onkrastaðni ella royna at venja okkum við at hava berinet við, tá ið vit fara til handils. Ja, møguleikarnir at handla øðrvísi og skynsamari eru fleiri. Nú verður av álvara farið undir at vetrarfriða bygdirnar í Tórshavnar kommunu. Á seinasta býráðsfundi varð sett av ein millión krónur til vetrarfriðing í ár. Pengarnir, sum verða brúktir til vetrarfriðing, fara til hegn, endurgjald til seyðaeigarar fyri mist vetrarbit og arbeiðið. Arbeiðið í Nólsoy verður gjørt liðugt fyrst. Síðani verður farið til Kollafjarðar. Jákup Dam er formaður í Økisnevndini hjá Tórshavnar býráði. Í sendingini hesa ferð vit at hoyra eitt úrval av jazztónleiki, sum Arnold Ludvig hevur spælt í Jazzofonini síðstu trý árini. Vit hoyra Cassandra Wilson. Weather Report, Al Jarreau, Joe Henderson, Michel Camilo, Julian Cannonball Adderley og Keith Jarrett Trio. Lagt til rættis Arnold Ludvig. Nú verður av álvara farið undir at vetrarfriða bygdirnar í Tórshavnar kommunu. Á seinasta býráðsfundi varð sett av ein millión krónur til vetrarfriðing í ár. Pengarnir, sum verða brúktir til vetrarfriðing, fara til hegn, endurgjald til seyðaeigarar fyri mist vetrarbit og arbeiðið. Arbeiðið í Nólsoy verður gjørt liðugt fyrst. Síðani verður farið til Kollafjarðar. Jákup Dam er formaður í Økisnevndini hjá Tórshavnar býráði. órunn Helgadóttir úr Íslandi hevur havt skúlar í Kenja í meira enn 10 ár og hon sigur, at tørvurin á hjálp í Kenja er ovurstórur. Hon hevur hesi árini útvegað yvir 1000 av teimum fátækastu børnunum í landinum pláss í skúla. 23 ára gamla Maria Syderbø Mikkelsen úr Hoyvík, sum lesir til sosialráðgeva, er í starvslæru í fimm mánaðir í barnaskúlunum hjá órunn Helgadóttir í høvuðsstaðnum Nairobi og í miðnámsskúlanum í býnum Loitoktok 300 kilometrar sunnanfyri Nairobi. Maria hevur longu nú valt fleiri næmingar til føroyingar, ið vilja stuðla og gjalda skúlagongdina fyri fátæk børn í Kenja Tað var stórur rómur á næmingunum í barnaskúlanum í Nairobi, tá tey fingu bóltar frá Fótbóltssambandi Føroya. Tey mistu herfyri einasta bóltin á skúlanum burtur á einari ítróttastevnu fyri skúlar í fátækrabýlingum, og tí høvdu tey gjørt sær ein bólt úr pappíri. Maria helt, at hon kundi útvega teimum nýggjar bóltar. Hon vendi sær til Fótbóltssambandið og tey løgdust ikki á boðini. Heldur ikki í miðnámsskúlanum í Loitoktok høvdu tey nakran ordiligan bólt, so eisini har komu bóltarnir frá FSF sera væl við, tí næmingarnir dáma væl at sparka og nógvir hava góð evni. Betsy Gichuki er úr Kenja og hevur búð í Havn í 10 ár. Hon sigur, at hóast 42 ættarbólkar og líka nógv móðurmál eru í Kenja, kunnu tey flestu tosa saman á svahili, ið er eitt felagsmál, sum øll læra. Hon dugur ikki so væl sítt egna móðurmál, tí hon fór á kostskúla sum níggju ára gomul og har tosaðu tey ikki hennara móðurmál. Tað eru fyrst og fremst fólkini í Kenja, sum hugtaka Jónu Hansen, ið er í Kenja fyri 11. ferð og hjálpir á skúla hjá felagsskapinum NLAI í býnum Nakuru. Hon kennir seg heima millum fólkið í Kenja. Men hon er so sanniliga eisini hugtikin av sjálvum landinum, sum er so nógv øðrvísi enn tað vit eru von við. Hon hevur upplivað nógv í Kenja saman við manninum Billy, men nú vilja tey vera á skúlanum sum mest og gera mun meðan tey eru í landinum. James M. Kagotho, vanliga nevndur Jimmi, er úr Kenja og hevur saman við konuni Miu Jacobsen Kagotho kvinnuheimið Jimmia í býnum Nakuru. Hann fylgir væl við politisku støðuni og óttast fyri ófriði tá forsetavalið verður í august. Mia var stødd í Kenja tá umfatandi ófriður var í sambandi við forsetavalið fyri 10 árum síðani. Hon upplivdi stórar ræðuleikar og hon vónar, at forsetavalið í august verður friðaligt. Í sendingini vitja vit saman við Mariu Syderbø Mikkelsen og tveimum sosialráðgevarum fýra ára gomlu Debru, sum júst hevur fingið stuðul í Føroyum, ið rindar fyri skúlagongdina, bøkur, mat og annað. Omman forsyrgir allari familjuni við at samla posar á stóra skerlliplássinum, har hon býr. Vit hoyra bókina Mamma. Kim Fupz Aakeson skrivaði og Sjúrður Gullbein týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2000. RIa Tórgarð lesur. Kommunulæknafelagið fær stuðul frá kommunlæknafeløgum í grannalondunum. Tað merkir, at útlendskir læknar ikki fara at arbeiða í Føroyum, um verkfallið gerst veruleiki. Úrslitið hjá samtakinum er 57 milliónir krónur fyri skatt, tað var 25 milliónir í fjør, og 43 milliónir eftir skatt. Okkurt um helvtin, 27 milliónir fyri skatt, stavar frá virkseminum í Grønlandi og Danmark. Hóvligi útlánsvøksturin er orsøkin til góðu gongdina, sigur Árni Ellefsen, forstjóri. Í fyrsta ársfjórðingi vóru rentuinntøkurnar undir støðugum trýsti, men inntøkurnar frá tænastugjøldum eru vaksnar nakað. BankNordik hevði ikki eina krónu í niðurskrivingum av útlánum í fyrsta ársfjórðingi í ár. Triðingur av útlánunum er vinnulán, tveir triðingar eru lán til fólk, sum millum annað byggja. Tað gongur spakuliga fram á við útstykkingunum. Trupult at finna arbeiðsmegi, tí so nógv byggivirksemi er í landinum, skrivar Vága kommuna á heimasíðuni. Tey grundstykkini verða klár at selja um góðar fýra vikur. Við Stóraklett í Sandavági verður klárt at selja grundstykki um einar seks vikur, og í Miðvági er útstykkingin júst byrjað. Væntandi verður tann útstykkingin liðug í heyst. Størsti gravgangur er eftir grundstykkjum í Miðvági. Har standa 38 fólk á bíðilista. Í Sandavági eru 18 á bíðilista. Landsroyndin, har allir 4. og 6. flokkar í landinum skulu roynd, er avlýst. Skipanin klárar ikki trýstið, váttar Regin Marnersson, stjóri á Námi, í stuttari viðmerking. Vit hava gjørt alt, sum vit kunnu fyri at bøta um skipanina, men hon skipanin, red. riggar kortini ikki, sigur Regin Marnersson við útvarpið. Í mars segði Rigmor Dam, landsstýriskvinnan í mentamálum, við útvarpið, at riggar telduskipanin til landsroyndina ikki nú, er hon til reiðar at steðga landsroyndunum, til viðurskiftini eru fingin í rættlag. Hetta er ikki fyrstu ferð, at trupulleikar hava verið við KT skipanunum, tá føroysku fólkaskúlanæmingarnir í fjórðu og sættuflokkunum hava sitið klárir við teldurnar. Eisini í januar og februar í ár, tá undanlandsroynd var, miseyðnaðust royndirnar. Tað sama hendi eisini, tá Mentamálaráðið fyriskipaði landsroynd fyri trimum árum síðani. Í apríl 2014 sótu 1.400 fólkaskúlanæmingar sum á nálum, tá landsroyndin skuldi haldast. Tann landsroyndin varð avlýst tí tøkniligir trupulleikar vóru við skipanunum. Tórshavnar Musikkskúli sendur fleiri strúkarabólkar at spæla, Tvøroyrar Hornorkestur verðru eisini við og Asyllex og Pól Arni úr Hamradun eru partur av ljóðtestini. Samskipað er við allar skúlarnar í Suðuroy um at møta og øll tey, sum eru undir Bú og heimatæastuni, hava fingið boð um, at tey eru væl komin í SALT henda dagin, at fáa eina øðrvísi uppliving. Talan er ikki beinleiðis um eina konsert, men meira um eina tónleikauppliving. Fyrsta almenna tiltakið sum verður í Saltsiloini, er tá Strandfaraskip Landsins hátíðarheldur 100 ára stovningardagin , og tað verður longu 19. mai 2017 Katrin byrjaði at skriva bókina sum 14 ára gomul, tí hon føldi, at eingin trúði, at hon fór at klára tað. Nú er bókin liðug og kemur í bókhandlarnar fríggjadagin. Kommunufelagið hóttir við at draga Mentamálaráðið í rættin í trætuni um, hvør er kærumyndugleiki hjá starvsfólkum á dagstovnaøkinum. Kommunufelagið er farið at møðast av áralongu trætuni um, hvørt starvsfólk á dagstovnaøkinum kunnu kæra síni starvsfólkamál til Mentamálaráðið ella ikki. Trætan í síðstu viku hevði við sær, at Kommunala eftirlitið hóttir við at geva býráðslimum í Tórshavnar kommunu dagbøtur. Teir fáa bót tí kommunan noktar at geva Mentamálaráðnum skjølini í tveimum uppsagnarmálum. Mentamálaráðið og eisini Kommunala eftirlitið tvíheldur um, at ráðið er kærumyndugleiki á dagstovnaøkinum, men Tórshavnar kommuna og Kommunufelagið siga, at tað er ongin kærumyndugleiki hjá starvsfólki á dagstovnum. Nú vil Kommunufelagið hava málið avgjørt eina ferð med alla. Í skrivi 26. apríl til landsstýriskvinnuna í heilsu og innlendismálaráðnum, Sirið Stenberg, sum varðar av kommunala eftirlitinum, sigur Kommunufelagið, at nú má hendan tulkingarósemjan endaliga avgreiðast, soleiðis at kommunurnar greitt vita, hvørjum reglum tær skulu ganga eftir sum arbeiðsgevarar. Um stig ikki verða tikin til at broyta lógina, so ætlar Kommunufelagið at leggja málið fyri rættin, sigur felagið í skrivinum til Heilsu og Innlendismálaráðið. Kommunufelagið heldur tað vera sera óheppið at Kommunala eftirlitið ætlar at áleggja kommunustýrislimunum dagbøtur. Serliga í einari støðu, har ósemjan verður løgd fyri dómsvaldið. Felagið heitir á Kommunala eftirlitið um at sleppa ætlanunum um at áleggja dagbøtur, og heldur viðvirka til, at ósemjan verður loyst. Kommunufelagið setur eisini spurnartekn við, um ikki Kommunala eftirlitið fer so vítt í sínum heimildum at brúka dagbøtur í einum máli sum hesum, har talan er um eina tulkingarósemju, og har ongin kompetentur myndugleiki hevur tikið støðu til, hvat er galdandi rættur í støðuni. Bergtóra Hanusardóttir í Havn hevur síðani 70ini verið virkin í kvinnurørsluni. Hon heldur, at kvinnurørslan hevur vunnið væl fram hesi árini. Bergtóra var við til at skipa Kvinnufylkingina, sum í tók upp nógvar samfelagsspurningar, ið høvdu áhuga hjá kvinnum. Eitt nú føðifyrireiking og barnaansing. Kvinnur í politikk hevur verið eitt áhaldandi herróp, sum hevur munað. Bergtóra er dóttir tannlæknan Miu Trónd Hansen í Havn og skiparan Hanus Jensen úr Skúvoy. Í Gundadali búði Stefania av Húsum, sum var omma Bergtóru. Hon sat einkja eftir urtagarðsmannin Trónd Hansen, ið bygdi fyrstu hús í Gundadali. Stefania var lamin av sjúku, sum lekidómur ikki var fyri. Tróndur var frammarlaga í ítrótti og var við at stovna HB. Børn teirra íðkaðu bæði fimleik, hondbólt og fótbólt. Eitt skifti vóru allar fýra Hanusardøturnar á 1. liði Neistans. Bergtóra royndi seg eisini í froskmannaítrótt og var liðskipari í HM kapping í Chile í 1971. Forritið, ið skipanin byggir á, megnaði ikki í okkara uppseting at svara fyrispurningum frá teimum umleið 700 næmingunum nóg skjótt, sigur stjórin á Námi á heimasíðuni. Ætlanin var annars, at allir næmingar í fjórðu og sættuflokkunum í Føroyum skuldu til landsroynd í morgun, men tað bleiv av ongum, tá trupulleikar aftur vóru við KT skipanunum. Hóast tillagingar í tøkni og útgerð mugu vit staðfesta, at forritið ikki megnar at avgreiða royndina hjá øllum næmingunum nóg væl, og tí verða landsroyndirnar 2017 avlýstar á hesum sinni, sigur Nám. Í mars segði Rigmor Dam, landsstýriskvinnan í mentamálum, við útvarpið, at riggar telduskipanin til landsroyndina ikki nú, er hon til reiðar at steðga landsroyndunum, til viðurskiftini eru fingin í rættlag. Vit hava gjørt alt, sum vit kunnu fyri at bøta um skipanina, men hon skipanin, red. riggar kortini ikki, segði Regin Marnersson, stjóri á Námi, við útvarpið í morgun. Semja um nýggja og varandi fiskivinnuskipan. Eftir at uppskotið til nýggja fiskivinnuskipan varð lagt fram alment og sent til hoyringar hjá øllum avvarðandi pørtum, er samgongan samd um at gera hesar tillagingar, broytingar og nágreiningar í uppskotinum 1. Atgongd at fiska og útboð Skipanin verður gjørd einfaldari Av kvotunum í 2018 til føroysk skip av uppsjóvarfiski makreli, norðhavssild og svartkjafti og av botnfiski í Barentshavinum, á Flemish Cap og í Eysturgrønlandi, verða 25 boðin út á uppboðssølu sum styttri og longri loyvi, meðan 75 verða atgongd hjá teimum, sum eru í vinnu. Hetta býtið er galdandi, tá ið kvoturnar eru ájavnt ella undir kvotunum í 2018. Tá ið kvoturnar vaksa upp um tað, ið tær eru í 2018, verður tann økti parturin av kvotunum boðin út sum stutttíðarloyvi, ella Løgtingið ger av, hvussu bjóðast skal út millum styttri og longri loyvi. Fyri norðhavssild verða atlit tikin at, at kvotuparturin hjá Føroyum er søguliga høgur, og ein lutfalsligur partur verður settur av til royndir og menningarkvotur. Fyri botnfisk undir Føroyum, onnur fiskirættindi og nýtt tilfeingi, verður skipanin við útboði og atgongd sum í uppskotinum. 2. Tilfeingisgjald Tilfeingisgjald verður sett á tað, ið ikki er í útboði, sum tryggjar, at tey, ið hava atgongd at fiska, gjalda tilfeingisrentuna til landið. 3. Mørk fyri miðsavning antitrust Markið fyri, hvat einstakar fyritøkur kunnu hava atgongd til av savnaðu føroysku fiskirættindunum, verður sett til 17,5 . Harafturat verður antitrustmark sett fyri hesar tríggjar høvuðsfiskiskapir Uppsjóvarfisk 20 . Botnfisk undir Føroyum 20 . Fiskiskap á fjarleiðum 20 . Antitrustmørkini eru ikki aftureftirvirkandi og ikki galdandi fyri at bjóða upp á stutttíðarrættindi. 4. Uppboðssøla av veiddum fiski 20 av veidda fiskinum skal bjóðast út um góðkenda uppboðssølu til føroysk virkir. Skipanin skal eftirmetast árliga. 5. Royndar og menningarkvotur Partur av føroysku fiskirættindunum verða settar av til royndar og menningarkvotur. Treytirnar fyri hesum verða lýstar nágreiniliga, alment og gjøgnumskygt og fevna um atlit til virðisøking og til at menna økir í landinum vinnuliga. 6. Kvotuskipan fyri botnfisk undir Føroyum Kvotur verða ásettar fyri tosk, hýsu og upsa sambært uppskotinum. Onnur fiskasløg verða ásett við kvotu eftir tí, ið varð fiskað seinasta fiskiár. Tá ið stovnsmetingar og umsitingarætlanir eru gjørdar, skulu tær fylgjast. Tryggjað verður, at umrokningar frá fiskidøgum til kvotur eru so rættvísar sum gjørligt í mun til tey vinnurekandi, at atlit verða tikin at serligum umstøðum, og at tillagingin kann fara fram smidliga. 7. Staðfestingar Aðrar meginreglur vera sum í uppskotinum og ætlanum fyri nýskipanina, harundir Ásetingar um stovnsrøkt og umsitingarætlanir. Ásetingar um manningarviðurskifti, har sáttmálarnir hjá føroyskum manningarfeløgum skulu fylgjast, manning skal gjalda skatt í Føroyum og hava arbeiðs og uppihaldsloyvi. Ásetingar um útlendskan ognarskap, ið skal minkast burtur eftir fýra árum. Ásetingar um, at alt av fiskinum skal takast til lands við eini tillagingartíð á 4 ár. Ásetingar um 8 ára gildistíð á loyvum við árligari eftirmeting. Ásetingar um brúksskyldu, krøv um at landa fisk í Føroyum v.m. 8. Eftirlit og nágreiningar Eftirlitið bæði á sjógvi og á landi verður styrkt munandi harundir við allari landing bæði innlendis og uttanlands og við útblaking á sjógvi. Møguligt góðskueftirlit verður knýtt saman við hesum. Fyri veiði, ið er uttanfyri kvotu, og sum skal avreiðast, verður tryggjað, at manningin hevur fyrimun av at taka alla veiði til lands. Krøvini verða styrkt um, at til tess at taka lut og bjóða seg fram, skal ein hava búð og goldið skatt í Føroyum í ávíst tíðarskeið. Nágreiningar verða gjørdar, ið skulu forða fyri møguligum proformaskipanum við skipum og manning. Lógaruppskotið verður nú tillagað og eftirkannað sambært hesi semju og lagt fyri Løgtingið í komandi viku. Nærri kunning fæst við at venda sær til landsstýrismannin í fiskivinnumálum. Semja um nýggja og varandi fiskivinnuskipan Eftir at uppskotið til nýggja fiskivinnuskipan varð lagt fram alment og sent til hoyringar hjá øllum avvarðandi pørtum, er samgongan samd um at gera hesar tillagingar, broytingar og nágreiningar í uppskotinum 1. Atgongd at fiska og útboð Skipanin verður gjørd einfaldari Av kvotunum í 2018 til føroysk skip av uppsjóvarfiski makreli, norðhavssild og svartkjafti og av botnfiski í Barentshavinum, á Flemish Cap og í Eysturgrønlandi, verða 25 boðin út á uppboðssølu sum styttri og longri loyvi, meðan 75 verða atgongd hjá teimum, sum eru í vinnu. Hetta býtið er galdandi, tá ið kvoturnar eru ájavnt ella undir kvotunum í 2018. Tá ið kvoturnar vaksa upp um tað, ið tær eru í 2018, verður tann økti parturin av kvotunum boðin út sum stutttíðarloyvi, ella Løgtingið ger av, hvussu bjóðast skal út millum styttri og longri loyvi. Fyri norðhavssild verða atlit tikin at, at kvotuparturin hjá Føroyum er søguliga høgur, og ein lutfalsligur partur verður settur av til royndir og menningarkvotur. Fyri botnfisk undir Føroyum, onnur fiskirættindi og nýtt tilfeingi, verður skipanin við útboði og atgongd sum í uppskotinum. 2. Tilfeingisgjald Tilfeingisgjald verður sett á tað, ið ikki er í útboði, sum tryggjar, at tey, ið hava atgongd at fiska, gjalda tilfeingisrentuna til landið. 3. Mørk fyri miðsavning antitrust Markið fyri, hvat einstakar fyritøkur kunnu hava atgongd til av savnaðu føroysku fiskirættindunum, verður sett til 17,5 . Harafturat verður antitrustmark sett fyri hesar tríggjar høvuðsfiskiskapir Uppsjóvarfisk 20 . Botnfisk undir Føroyum 20 . Fiskiskap á fjarleiðum 20 . Antitrustmørkini eru ikki aftureftirvirkandi og ikki galdandi fyri at bjóða upp á stutttíðarrættindi. 4. Uppboðssøla av veiddum fiski 20 av veidda fiskinum skal bjóðast út um góðkenda uppboðssølu til føroysk virkir. Skipanin skal eftirmetast árliga. 5. Royndar og menningarkvotur Partur av føroysku fiskirættindunum verða settar av til royndar og menningarkvotur. Treytirnar fyri hesum verða lýstar nágreiniliga, alment og gjøgnumskygt og fevna um atlit til virðisøking og til at menna økir í landinum vinnuliga. 6. Kvotuskipan fyri botnfisk undir Føroyum Kvotur verða ásettar fyri tosk, hýsu og upsa sambært uppskotinum. Onnur fiskasløg verða ásett við kvotu eftir tí, ið varð fiskað seinasta fiskiár. Tá ið stovnsmetingar og umsitingarætlanir eru gjørdar, skulu tær fylgjast. Tryggjað verður, at umrokningar frá fiskidøgum til kvotur eru so rættvísar sum gjørligt í mun til tey vinnurekandi, at atlit verða tikin at serligum umstøðum, og at tillagingin kann fara fram smidliga. 7. Staðfestingar Aðrar meginreglur vera sum í uppskotinum og ætlanum fyri nýskipanina, harundir Ásetingar um stovnsrøkt og umsitingarætlanir. Ásetingar um manningarviðurskifti, har sáttmálarnir hjá føroyskum manningarfeløgum skulu fylgjast, manning skal gjalda skatt í Føroyum og hava arbeiðs og uppihaldsloyvi. Ásetingar um útlendskan ognarskap, ið skal minkast burtur eftir fýra árum. Ásetingar um, at alt av fiskinum skal takast til lands við eini tillagingartíð á 4 ár. Ásetingar um 8 ára gildistíð á loyvum við árligari eftirmeting. Ásetingar um brúksskyldu, krøv um at landa fisk í Føroyum v.m. 8. Eftirlit og nágreiningar Eftirlitið bæði á sjógvi og á landi verður styrkt munandi harundir við allari landing bæði innlendis og uttanlands og við útblaking á sjógvi. Møguligt góðskueftirlit verður knýtt saman við hesum. Fyri veiði, ið er uttanfyri kvotu, og sum skal avreiðast, verður tryggjað, at manningin hevur fyrimun av at taka alla veiði til lands. Krøvini verða styrkt um, at til tess at taka lut og bjóða seg fram, skal ein hava búð og goldið skatt í Føroyum í ávíst tíðarskeið. Nágreiningar verða gjørdar, ið skulu forða fyri møguligum proformaskipanum við skipum og manning. Lógaruppskotið verður nú tillagað og eftirkannað sambært hesi semju og lagt fyri Løgtingið í komandi viku. Nærri kunning fæst við at venda sær til landsstýrismannin í fiskivinnumálum. Í Tinganesi, 2. mai 2017 Høgni Hoydal Aksel V. Johannesen Landsstýrismaður í fiskivinnumálum Løgmaður Poul Michelsen Landsstýrismaður í uttanríkis og vinnumálum Tað sigur Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum, eftir at ein uppgerð vísir, at av teimum 350 lærlingunum í landinum, eru bara 15 í læru hjá tí almenna. 25 prosent av kvotunum næsta ár verða boðin út á uppboðssølu sum styttri og longri loyvi, men tey, sum eru í vinnu, sleppa at ráða yvir hinum 75 prosentunum av kvotunum. Tað stendur í semjuni, sum samgonguflokkarnir hava gjørt um nýggju fiskivinnunýskipanina, eftir at uppskotið um fiskivinnunýskipan hevur verið til hoyringar. Uppboðssølan er galdandi fyri uppsjóvarfisk, tað er makrel, norðhavssild og svartkjaft og botnfisk í Barentshavinum, á Flemish Cap og í Eysturgrønlandi. Fara kvoturnar upp tað, ið tær eru í 2018, verður økti parturin boðin út sum stuttíðarloyvi. Ella skal Løgtingið gera av, hvussu bjóðast skal út millum styttri og longri loyvi. Semja er um, at markið fyri antitrust verður 17,5 prosent. Tað er markið fyri, hvat einstakar fyritøkur kunnu ráða yvir av øllum fiskirættindunum. Antitrustmarkið fyri uppsjóvarfisk, botnfisk undir Føroyum og fiskiskap á fjarleiðum verður 20 prosent, og hevur ikki afturvirkandi gildi, og er heldur ikki galdandi, tá boðið verður upp á stuttríðarrættindi. Samgonguflokkarnir eru samdir um, at 20 prosent av veidda fiskinum skal bjóðast út um góðkenda uppboðssølu. Henda skipanin skal eftirmetast á hvørjum ári. Tá ið ræður um botnfisk undir Føroyum, verða kvotur ásettar fyri tosk, hýsu og upsa. Onnur fiskasløg verða ásett við kvotu eftir tí, sum varð fiskað seinasta fiskiár. Sagt verður, at stovnsmetingar og umsitingarætlanir skulu fylgjast, og tryggjað verður, at umrokningar frá fiskidøgum til kvotur verða so rættvísar sum til ber hjá teimum vinnurekandi. Allir tríggir floksformenninir í samgonguni, Aksel V. Johannesen, løgmaður, Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, og Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis og vinnumálum, hava skrivað undir semjuna. Hvørki Dia Midjord, kringvarpsstjóri, ella Christian Andrasen, advokatur hjá teimum avvarandi hjá drápsmanninum, vilja gera samrøðu, fyrrenn partarnir hava funnið semju um sendingina. Leiðslur, lærarar og næmingar kring alt landið høvdu fyrireikað seg og gjørt tað, tey skuldu, men skipanin sveik og landsroyndirnar vórðu avlýstar. Vit ætlaðu at tosa við formannin í Føroya Lærarafelag, Herálv Jacobsen, men hann sigur, at hann orkar ikki at gera fleiri viðmerkingar til málið. Ikki annað enn, at hetta er ein skandala fyri føroyska fólkaskúlan, sum hann segði. Nýggja metið, ið myndamaðurin hjá okkum í Kringvarpinum setti í dag, var 11 sekund. So verður spennandi at vita, hvussu leingi tað metið sleppur at standa. Øll Vinnunevndin tekur undir við uppskotinum hjá landsstýrismanninum í vinnumálum um fjórða útbjóðingarumfar at leita og framleiða kolvetni á føroyska landgrunninum, og at leingja leitiloyvi upp í fýra ár í senn. Økið, sum Poul Michelsen skjýtur upp at bjóða út í fjórða útbjóðingarumfari, er umleið 32.000 ferkilometrar til víddar. Tað er eystan fyri Hetlandsrennuna og í ein útsynning úr Føroyum. Hóast 16 ár eru liðin, síðani fyrstu leitiloyvini vórðu latin, hevur tað ikki eydnast at finna kolvetni í rakstrarverdum nøgdum. Hinvegin er staðfest, at ein virkin kolvetnisskipan er á føroyskum øki. Eftir galdandi lóg ber bara til at leingja leitingarloyvi tvey ár í senn, men nú er ætlanin at broyta kolvetnislógina soleiðis, at møguleiki verður at leingja loyvi fýra ár í senn, og hesum tekur ein samd vinnunevnd eisini undir við. Tey fáa tí pengar haðani, gerast tey sjúk. Trivnaðarnevndin hjá løgtinginum tekur undir við uppskotinum hjá Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu, um at broyta dagpeningalógina fyri at bøta um hjá teimum, sum stovna sítt egna felag. Tey fara nú at kunna tryggja seg, so tey fáa dagpengar, um tey gerast sjúk. Talan er um stjórar, sum hava sítt egna felag og ikki hava starvsfólk aftur at sær ella bara leysliga arbeiðsmegi. Trivnaðarnevndin kannaði, um ikki bar til at lata lógarbroytingina fevna víðari, so eisini stjórar, sum hava starvsfólk, kunnu tryggja seg. Niðurstøðan varð tó, at rættast er at samtykkja uppskotið sum tað er. Skal uppskotið víðkast til at umfata stjórar í egnum feløgum, sum hava starvsfólk aftur at sær, er tað ein meginreglulig broyting, sum lógaruppskotið ikki hevur lagt upp fyri. Nevndin sigur, at lógarbroytingin, sum kemur 1. juli, fer at eggja fólk til at stovna egið virki, tí nú fara tey at kunna tryggja seg fyri sjúku í dagpeningaskipanini. Almannamálaráðið arbeiðir við uppskoti um at broyta dagpeningalógina, so fólk, sum fáa arbeiðsskaða, ið er fráboðaður Vanlukkutryggingarráðnum, og verður viðgjørdur eftir arbeiðsskaðatryggingarlógini, kunnu fáa dagpening í málsviðgerðartíðini. Verður ein tílíkur tilburður viðurkendur sum arbeiðsskaði sambært arbeiðsskaðatryggingarlógini, endurrindar tryggingin dagpeningaveitingina. Sum skilst hevur Havborg siglt á eina sandgrynnu, men hevur ikki fingið skaða. Sambært heimasíðum, sum vísa, hvar skip eru stødd, er Havborg komin av aftur í morgun. Tað er framvegis langt millum sjónarmiðini hjá Putin og Merkel um viðurskiftini í Ukraina og Sýria. Týski samveldiskanslarin nýtti høvi at heita á russiska forsetan um at lata samkyndum í Kekenia størri rættindi. Angela Merkel nevndi rættin at mótmæla, og hon vísti eisini á, at hægtirættur í Russlandi hevur sett Jehova Vitnum forboð fyri at virka. Funnist verður at Putin og russisku stjórnini fyri at skerja rættindi hjá samkyndum. Men hesum vísir russiski forsetin aftur. Hann sigur, at øll hava somu rættindi í landinum. Angela Merkel gjørdi greitt, at Minsk avtalan, sum er grundarlagið undir friðarætlanini fyri Ukraina, eigur ikki at verða sett úr gildi. Russland og Týskland eru millum londini, sum gjørdu hesa avtaluna. Tørvur er á vápnahvíld, tí hon er avgerandi fyri friðartilgongdina í Ukraina, segði týski samveldiskanslarin, Angela Merkel, eftir fundin við Vladimir Putin. Nú verður av álvara farið undir at vetrarfriða bygdirnar í Tórshavnar kommunu. Á seinasta býráðsfundi varð sett av ein millión krónur til vetrarfriðing í ár. Arbeiðið í Nólsoy verður gjørt liðugt fyrst. Síðani verður farið til Kollafjarðar. Tað fer at kosta eina millión krónur at vetrarfriða bygdirnar í Tórtshavnar kommunu. Nú ætlanir eru frammi um at seta á stovn eitt hospice, eitt heim fyri doyggjandi, reisa vit spurningin um aktiva og passiva deyðshjálp í Føroyum. Vit fara eisini at viðgera glóðheita evnið um nevndarsamsýningar í almennum nevndum og partafeløgum, nú landsbankanevndin mátti boyggja seg fyri trýstinum og lækka sína egnu løn. Siri Helgadóttir Tórgarð, Marna Jacobsen, Georg L. Petersen og Róland í Skorini reflektera og kjakast á Breddanum. Vertur er Ingi Rasmussen. Eldraøkið í Norðoyggjum fær í løtuni ongar pengar úr landskassanum. Orsøkin er at finna í eini drúgvari ósemju millum Fíggjarmálaráðið og Norðoya Bú og Heimatænastu. Stríðið stendur um, hvussu 26 milliónir krónur skulu útreiðsluførast. Trætan hevur staðið við í meira enn eitt ár og snýr seg um, hvar skuldin fyri íløgurnar í tveir stovnar í Klaksvík Sambýlið á Heygnum og Heimið við Vágna skal plaserast. Talan er um tveir stovnar, sum eru partur av eldrasamstarvinum í Norðoyggjum, Norðoya Bú og Heimatænanasta. Til samans er talan um íløgur fyri 26 milliónir krónur. Men tá Fíggjarmálaráðið sum skal góðkenna roknskapirnar, bæði hjá kommunalu eldra samstørvunum og hjá einstøku kommununum kring landið, fer at hyggja gjøgnum tølini, eru íløgurnar ongastaðni útreiðsluførdar. Gamaní er upplýst í roknskapinum fyri Norðoya Bú og Heimatænastu, at íløgurnar eru gjørdar. Men tær eru hvørki útreiðsluførdar í roknskapinum fyri Norðoya Bú og Heimatænastu og ei heldur førdar víðari til tær fimm kommunurnar í hesum eldrasamstarvi. Tí eru tær fimm kommunurnar í samstarvinum Klaksvík, Hvannasund, Viðareiði, Kunoy og Fugloy ikki skuldarbundnar av hesum 26 milliónunum í teirra roknskapum. Útreiðslurnar síggjast ikki aftur í kommunalu roknskapunum fyri 2015, tá íløgurnar vórðu gjørdar og handlarnir millum kommunurnar um hesi bæði heim annars fóru fram. Tað er í stríð við lóggávuna, sigur Fíggjarmálaráðið. 8. juli í fjør fáa tær fimm kommunurnar í Norðoyggjum tí boð um, at roknskapirnir fyri 2015 lúka ikki roknskaparkunngerðina. Orsøkin er manglandi bóking av løguútreiðslunum. Í allari trætuni halda kommunurnar fast um, at kommunalu eldrasamstørvini eru sjálvstøðugar løgfrøðiligar eindir, sum hava fullan rætt at taka upp lán. Argumentið hjá Fíggjarmálaráðnum er tvørturímóti, at kommunurnar kunnu ikki gera seg leysar av skuld við at upptaka hesa skuldina umvegis eitt samstarv, sum kommunurnar sjálvar fíggja. Síðani eldraøkið varð flutt út til kommunurnar 1. januar í 2015 hava kommunalu eldrasamstørvini fingið pengar úr landskassanum til at fíggja eldraøkið fyri. Til samans góðar 400 milliónir krónur um árið. Men í hesari lóggávuni hevur landið tryggjað sær rættin at halda pengar aftur, um ikki kommunurnar halda allar sínar skyldur. Í oktober í fjør er trætan komin hartil, at Fíggjarmálið hóttir at brúka hetta annars ógvusliga amboð í lóggávuni. Men Fíggjarmálaráðið heldur fast um sítt, ráðið metir seg hava púra greiðar heimildir at útseta avrokningar, til viðurskiftini í roknskapinum eru fingin í rættlag. Síðani í november í fjør hevur Fíggjarmálaráðið tí hildið aftur teir pengar, sum eldraøkið í Norðoyggjum skuldi fingið til raksturin hvønn mánað. Í rundum tølum er talan um góðar tríggjar milliónir krónur um mánaðin. Higartil eru allar royndir at finna semju endaðar úrslitaleysar. Ein fundur í Tinganesi, hálvan desember í fjør, millum umboð fyri Fíggjarmálaráðið øðrumegin og Norðoya Bú og Heimatænastu hinumegin, endar úrslitaleysur. Í februar í ár biðja borgarstjórarnir í Norðoyggjum um semju. Teir vilja broyta roknskapirnar, um Fíggjarmálaráðið afturfyri er sinnað at gjalda út afturhildnu pengarnar og eisini hækka skuldarloftið hjá kommununum. Fíggjarmálaráðið vísir samráðingarupplegginum frá sær. Tað ber ikki til at lata nakað afturfyri at galdandi reglur verða fylgdar, sigur ráðið. Eldraøkið í Norðoyggjum er tó ikki steðgað upp hetta tíðarskeið hevur Klaksvíkar Kommuna fíggjað Norðoya Bú og Heimatænastu við sínum egna gjaldføri. Men útreiðslurnar til eldraøkið eru sum ein kavabóltur, ið kommunurnar rulla frammanfyri sær, og sum bara gerst størri og størri. Fyrsta juni skulu kommunurnar lata inn sínar roknskapir fyri 2016. Verða 2015 roknskapirnir ikki rættaðir, so verður útgangsstøðið fyri 2016 skeivt, og so verða teir roknskapirnir heldur ikki góðkendir, sigur Fíggjarmálaráðið. Sambært Fíggjarmálaráðnum er næsta stigið verða viðurskiftini ikki fingin í rættlag at krevja kommunustýrislimirnar í Norðoyggjum eftir dagbótum. Nú eru fimm nevndarlimir hjá partafelagnum Eysturoyar og Sandoyartunlar í staðin fyri sjey. Henrik Old sigur, at nú fíggingin til tunlarnar er fingin í lag, hevur nevndin minni at gera. Vanligu nevndarlimirnir í P f Eysturoyar og Sandoyartunlar fáa 6.000 krónur um mánaðin. Bergur Poulsen er framvegis nevndarformaður. Nevndarformaðurin fær 16.000 krónur um mánaðin. Evy Jacobsen er næstforkvinna. Hon fær 8.000 krónur um mánaðin í nevndarsamsýning. Hini í nevndini eru Ewald Kjølbro, Marita Hentze og Gudmund Mortensen, sum er nýggjur í nevndini. Samferðslumálaráðið varðar av 16 nevndum og ráðum. Henrik Old, landsstýrismaður, sigur, at vísir tað seg, at onkur nevnd ella okkurt ráð hevur minni at gera, so verða tey minkað. Henrik Old sigur, at hann sparir har, sum tað ber til. Millum annað flutti hann Arbeiðseftirlitið úr hølum, sum kostaðu nógv at leiga, í høli, sum landið eigur, og tí einki kosta at leiga, sigur hann. Tað sigur Fonden for entreprenørskab í einari frágreiðing um íverkseting í oyggjum í Norðurlondum. Grunnurin hevur biðið um fund við Føroyanevndina hjá Fólkatinginum. Sagt verður, at í Føroyum er eingin strategi fyri at hava íverkseting í skúlunum, tað er at læra tey ungu at hugsa um nýskapan, síggja møguleikar og gera hugskot til veruleika. Sagt verður eisini, at sera fáir skúlanæmingar í Føroyum stovna eina fyritøku. Frágreiðingin hjá Fonden for entreprenørskab sigur, at knappliga níggju prosent av næmingunum í miðnámi í Føroyum lærdu um íverkseting skúlaárið 2015 16. Í Danmark var hetta talið nógvar ferðir størri, tað var næstan 37 prosent. Í hægri útbúgvingum er støðan enn verri, sigur frágreiðingin. Har fáa bara góð fimm prosent undirvísing um íverkseting. Í Danmark er talið góð 16 prosent. Fonden for entreprenørskab hevur eina rúgvu av uppskotum um, hvussu til ber at hava meira undirvísing um íverkseting í føroysku skúlanum. Mikudagin í síðstu viku var ein mánaður síðani SAS byrjaði flúgving til og úr Føroyum. Mótvindurin var kortini eitt sindur strangari enn flogfelagið sá fyri sær, skrivar check in.dk SAS fleyg 31 túrar úr Keypmannahavn til Vágar frá 26. mars til 26. apríl. Tríggjar ferðir máttu flogfør hjá SAS venda við, tí tey ikki fingu lent í Føroyum, og ein fráferð varð avlýst. Harumframt vóru tvær komur hjá SAS í Føroyum seinkaðar meira enn ein tíma, vísa upplýsingar sambært blaðnum hjá flogvinnuni í Danmark. Hinvegin gekst munandi betri hjá Atlantic Airways at fáa ferðafólkini til Føroya sama tíðarskeiðið. 58 flogfør hjá føroyska flogfelagnum settu seg í Vágum 26. mars 26. apríl. Einki flogfar hjá Atlantic Airways úr Keypmannahavn til Vágar varð sent avstaðaftur sama tíðarskeiðið, skrivar blaðið. Heldur einki flogfar á rutuni varð avlýst teir 32 dagarnar. Tekniska deild hjá Tórshavnar kommunu er fyribils flutt í Møllers Pakkhús, tí asbest er komið undan kavi, nú bygningurin í miðbýnum, sum kommunan keypti frá BankNordik, verður umvældur. Tí varð avgerð í gjár tikin um at flyta fólkini á teknisku deild í Mullers Pakkhús í eina tíð, sigur Mikael Viderø, tekniskur stjóri í Tórshavnar kommunu. Helle Borrowman, er forkvinna í Spor, ið er ein felagsskapur fyri vaksin fólk við seinárinum av kynsligum ágangi, og Jan Poulsen, fyrrverandi løgreglumaður, sum starvast sum námsfrøðingur í Kriminalforsorgini, fara at hava framløgur á skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík í kvøld. Umleið 50 fólk eru við á túrinum, sum byrjar á Toftum, út á Skarðhamar og so spakuliga fram við landi aftur, har fróðarmaðurin, Jógvan Ingvard Olsen, greiddi frá. Hetta er verri enn tað, ið lá á borðinum frammanundan, sigur Hanus Hansen, reiðari, um semjuna hjá samgonguni um fiskivinnunýskipan. Tað gongur framvegis væl hjá telefon og telduframleiðaranum, Apple. Sølan vaks við 4,6 prosentum seinna hálvár í 2016, tá umsetningurin var 53 milliardir dollarar, skrivar finans.dk Men sølan av iPhone snildfonunum fyrsta ársfjórðingin gekk kortini ikki so væl, sum Apple hevði mett. Fyritøkan seldi til samans 50,8 milliónir iPhone fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár. Tað eru 400.000 færri telefonir enn Apple seldi sama tíðarskeiðið í 2016, og enn færri enn greinarar høvdu mett áðrenn hol varð sett á søluna í fyrsta ársfjórðinginum. Ein av orsøkunum kann vera, at tað í heyst eru 10 ár síðani iPhone kom á marknaðin á fyrsta sinni. Kundar bíða tí heldur eftir nýggju telefonini, sum kemur í heyst, halda greinarar. Botnfrádrátturin hjá kommununum verður ikki hækkaður í hesum umfarinum. Samgongan tekur ikki undir við uppskotinum hjá Fólkaflokkinum um at loyva kommununum at hækka botnfrádráttin í kommunuskattinum upp í 65.000 krónur eins og hann er í landsskattinum. Meirilutin í Fíggjarnevndini sigur tó, at uppskotið eigur at verða viðgjørt í størri høpi. Eitt nú eigur Kommunufelagið at sleppa at viðgera uppskotið væl og virðiliga. Meirilutin vísir eisini á, at heimildin hjá kommununum at hækka botnfrádráttin kann gera støðuna hjá smáum kommunum verri í kappingini um at draga fólk til sín. Sambandsflokkurin og Miðflokkurin taka undir við Fólkaflokkinum. Flokkarnir siga í álitinum hjá Fíggjarnevndini, at kommunurnar hava avmarkaðar møguleikar at lætta um skattabyrðuna hjá fólki. Tí eiga kommunurnar at sleppa at hækka botnfrádráttin. Tá 9. og 10. flokkarnir skulu til próvtøku í summar, verða uppgávurnar rættaðar av próvdómarum. Skal landsroyndin halda fram, so má eitt nýtt forrit fáast til vega. Tað er úrslitið eftir at landsroyndin í gjár miseydnaðist, og Próvstovan hevur gjørt av, ikki at brúka sama forritið í framtíðini. Próvstovan hevur sagt sáttmálan við fyritøkuna C net upp. Tað hendi eftir at ætlaða landsroyndin í gjár miseydnaðist, tí forritið sum skuldi nýtast til royndina, ikki virkaði. Próvstovan hevur havt sáttmála við C net, sum hevur veitt tænastuna til royndina, men nú er tann avtalan farin úr gildi, sigur Regin Marnersson, stjóri á Próvstovuni. Talan var um forritið, Chamilo, sum ikki virkaði sum tað skuldi, men hví so var, veit stjórin á Próvstovuni ikki at siga. Chamilo er eitt útlendskt forrit. Avgerð er samstundis tikin um, at ætlaða landsroyndin ikki verður nú, og um hon verður seinni, er ikki greitt. Men skal hon vera, so er neyðugt við einum nýggjum forriti. Tað er ein polittisk avgerð um landsroyndin skal vera, og um landsroyndirnar skulu halda fram, sigur Regin Marnersson við útvarpið. Tað hevur við sær, at næmingarnir undir próvtøkuni kunnu skriva stíl á telduni, men stílurin verður síðani printaður út, koyrdur í ein brævbjálva og síðani latin einum próvdómara at rætta. Tað metir stjórin á Próvstovuni ikki vera nakran trupulleika, tí Próvstovan hevur próvdómarar, sum taka sær av at rætta uppgávur, sigur hann. Tað, sum hevur týdning, er, at næmingarnir sleppa til próvtøku, so teir kunnu fara víðari á lívsleiðini, sigur Regin Marnersson, stjóri á Próvstovuni. Um minni enn eitt ár á flaggdegnum komandi skulu føroyingar á fólkaatkvøðu um stjórnarskipanina. Summi í politisku skipanini kalla stjórnarskipanina grundlóg, og av hesum sama hoyra vit mangan, at bæði heitini verða brúkt, hvørt um annað, tí óvist er, hvat barnið eitur. Og ja, einki er alment við arbeiðinum við fólksins grundlóg ella stjórnarskipan. Men at talan er um eina sera týðandi lóg fyri alt fólkið í Føroyum, er slett eingin ivi um, tá Aksel V. Johannesen, løgmaður, sum situr við málinum, orðar seg um hana. Enn er politisk semja ikki um uppskotið, fólkið í Føroyum er ikki hoyrt, og í seinasta lagi 25. oktober skal løgtingið hava samtykt uppskotið, skal tað til fólkaatkvøðu 25. apríl. Hvussu skal tað spæla av Luttakarar Hans Andrias Sølvará, lektari Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum Aksel V. Johannesen, løgmaður Tøkningur Leivur Thomsen Lagt tilrættis Brynhild Thomsen Miðflokkurin hevur skotið upp at broyta kommunustýrislóina, so álagt verður kommunum at bjóða út arbeiðið og annað, ið kostar meiri enn hálva millión krónur. Nevndin sigur í álitinum, at tá innkeyps og útboðspolitikkurin fyri almenna geiran kom í 2011, varð avgjørt, at hetta skuldi ikki vera galdandi fyri kommunurnar. Í staðin fyri at lóggeva, áttu kommunurnar sjálvar at lagt sín útbjóðingarpolitikk á sína heimasíðu, sum summar kommunur gera nú. Nevndin sigur eisini, at flest allar kommunur bjóða arbeiðið út. Rættarnevndin sigur seg eisini hava fingið upplýst, at ein lógaráseting, ið áleggur kommunum at bjóða út, kann gera, at tann vinnan á staðnum verður køvd. Landstýrismálanevndin fer í dag at viðgera kæruna frá Miðflokkinum um avgerðina hjá løgmanni at leggja 14, stykki 2, í hjúnabandslógini undir málsøki hjá landsstýrismanninum í mentamálum. Tað er nógv umrødda punktið, ið skal broytast, so tvey fólk av sama kyni, sum verða borgarliga vígd, ikki kunnu fáa kirkjuliga signing. Miðflokkurin kærdi í januar, og Jógvan Skorheim, formaður í landssýrismálanevndini, sigur, at hann roknar við, at kæran frá Miðflokkinum verður avgreidd í dag. Landsstýrismálanevndin hevur fleiri kærur at viðgera. Tí ein kæra afturat er um løgmann, og tríggjar kærur eru um Høgna Hoydal, landsstýrismann í fiskivinnumálum. Starvsmannafelagið og Føroysk Miðlafólk, sum eru fakfeløg hjá fjølmiðlafólkunum í Kringvarpinum, undrast á, at Kringvarpið hevur verið í samráðingum við fólk uttan fyri stovnin og roynt at funnið semju um sendingina. Málið snýr seg um sendingina Ást fjalir lýti, ið snýr seg um eina unga norska kvinnu, Ann Alfredsen, sum fyri 50 árum síðan varð myrd av fyrrverandi unnusta sínum, sum eftir morðið gjørdi av við seg sjálvan. Familjan hjá drápsmanninum hevur við advokati roynt at steðga nógv umrøddu sendingini, sum verður send í sjónvarpinum í kvøld klokkan 19 20. Greinin heldur fram niðanfyri. At Kringvarpið samráðist við fólk uttan fyri stovnin um sendingar, sum Kringvarpið skal senda, setir stórt spurnartekn við óheftnið og redaktionella frælsið á stovninum. Tað siga Starvsmannafelagið og felagið Føroysk Miðlafólk í sambandi við sendingina Ást fjalir lýti. Feløgini skrivaðu í gjár opið bræv til leiðsluna í Kringvarpinum, har tey seta stórt spurnartekn við framferðina Kringvarpinum. Kringvarpið tók sendingina fyribils av skránni og gjørdi so semju við advokatin hjá familjuni. Nú er sendingin sett á skrá aftur og verður send í kvøld beint eftir Dag og viku. Suni Merkisstein, sum hevur gjørt sendingina, váttar, at broytingar eru gjørdar í sendingini eftir samráðingar við advokatin hjá familjuni hjá drápsmanninum. Talan er tó um smávegis broytingar, sum eftir hansara tykki ikki ganga út yvir heildina í sendingini. Hann heldur tó, at sendingin áðrenn broytingina gav eina fjølbroyttari og sannari mynd av drápsmanninum. Hans Eli Hansen og hinir umborð á skúlaskipinum Draganum eru glaðir fyri heiðursmerkið, men vita ikki heilt hvussu tað er komið upp í lag. Hans Eli greiðir frá søguni hjá gomlu træskipunum og Draganum. Eisini tekur hann samanum sjóvinnu í skúlaskipanini í dag. Edvard Heen, Ingun Mohr Jacobsen og Elisabeth Henriksen greiða frá ráðstevnuni Vit vilja gera mun , virkseminum og bygnaðinum hjá Almannaverkinum. Ráðstevnan byrjar í morgin klokkan 08 30 í Norðurlandahúsinum. Ein kann lesa meira um skránna á facebook síðuni hjá Almannaverkinum Almannaverkið . Tá búskaparligan støðan er so góð, sum hon er nú, mugu vit sjálvandi rokna við, at fakfeløgini koma við herdum krøvum, sigur Kristina Háfoss, við heimasíðuna hjá Starvsmannafelagnum, sum hevur tema um búskaparvøksturin í landinum. Men eg fari at mæla teimum til at hugsa um framtíðina hjá samfelagnum, áðrenn tey biðja um stóra lønarhækking, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, við felagið. Seinastu árini hava myndugleikarnir roynt at halda aftur, so lønarútreiðslurnar ikki vaksa so nógv, men fakfeløgini halda, at tað merkir, at ikki øll fáa ágóðan av búskaparligu framgongdini í samfelagnum. Bruttotjóðarúrtøkan er sambært framroknaðum tølkum hjá Hagstovuni meira enn tvífaldað síðani 2008, úr 8,5 milliardum upp í umleið 18 milliardum, og fer sambært metingini upp um 20 milliardir krónur næsta ár, sigur Starvsmannafelagið. Fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum halda, at eisini tey í almennum starvi eiga at fáa lut í búskaparligu framgongdini. Kristina Háfoss sigur, at vit noyðast altíð at spyrja, um samfelagið hevur ráð til eina ógvisliga lønarhækking. Hevur tað ikki størri týdning, at vit halda fast við vælferðarsamfelagið, sum vit kenna í dag, við teimum tænastum, vit hava. Hækkar lønin ov nógv, er ikki vist, at vit megna at varðveita tænastustigið, og so er meira mist enn vunnið, sigur hon við heimasíðuna hjá Starvsmannafelagnum. William Heinesen var fyrst og fremst orðlistamaður. Men alt sítt lív var hann eisini virkin myndlistamaður og arbeiddi í tøkni so sum pastellkrit, tekning, málarí og pappírsklipp. Seinastu ártíggjuni av lívi sínum royndi William Heinesen seg við pappírsklippinum, har list hansara náddi eitt nýtt hámark, eisini í mun til originalitet. Fríggjadagin, í morgin, letur framsýningin William Heinesen Myndlistamaður upp á Listasavni Føroya. Nils Ohrt, savnsstjóri, bjóðar vælkomin. Malan Marnersdóttir, professari, setur framsýningina. Svaboino við Angeliku Nielsen og Ólavi Jakobsen spæla nøkur løg. Framsýningin er opin til 23. juli. Umboðsmannatingið í USA fer í dag at atkvøða um eitt lógaruppskot, sum skal koma í staðin fyri heilsunýskipanina, sum fyrrverandi forsetin, Barack Obama, setti í verk. Undir valstríðnum upp undir forsetavalið í heyst, segði Donald Trump, at eitt tað fyrsta, hann ætlaði at gera í Hvítu húsunum, var at taka Obamacare, sum skipanin verður nevnd, av. Republikanararnir hava meirilutan í umboðsmannatinginum, og republikanski leiðarin, Kevin McCarrthy, væntar, at uppskotið verður samtykt. Allir republikanarar taka kortini ikki undir við at ógilda alla heilsuskipanina, sum Obama setti í verk. Í mars varð neyðugt at taka eitt lógaruppskot aftur, tí meiriluti fekst ikki fyri tí í kongressini. Síðani eru fleiri broytingar gjørdar, so eisini tey, sum vilja varðveita ein part av Omaba care, kunnu taka undir við tí. Reuters skrivar, at talan er um eina neyðsemju. Verður uppskotið samtykt í umboðsmannatinginum í dag, fer málið víðari til senatið, men tað er ikki vist, at tað verður samtykt har, hóast republikanararnir eisini hava meirilutan í senatinum. Republikanski leiðarin i senatinum, Mitch McConnell, hevur sagt fleiri ferðir, at tað kann verða trupult at fáa nóg mikið av atkvøðum fyri at broyta lógina um heilsunýskipan. Tey, sum nú skulu stjórna Sernámi, eru Magnus Tausen, sum verður stjóri, Frida Poulsen, sum verður fakligur leiðari, og Anna Kass, sum verður fíggjarleiðari. Tey starvast øll í Mentamálaráðnum. Poul Gert Hansen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum, váttar, at nýggj leiðsla verður á Sernámi, tað sum eftir er av skúlaárinum. Hann sigur, at órógv hevur verið á stovninum seinastu tíðina, og tá hvørki stjórin ella varastjórin eru tøkar, metti Mentamálaráðið tað vera rættast at seta fólk í ráðnum at stjórna Sernámi, í fyrsta umfari til summarfrítíðina. Landsstýrismaðurin í vinnumálum er ikki heilt nøgdur við semjuna um fiskivinnunýskipanina. Hon er ikki so marknaðargrundað, sum hann kundi hugsað sær, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður og formaður í Framsókn. Tá 9. og 10. flokkarnir fara til próvtøku í summar, skulu bara próvdómarar rætta uppgávurnar. Vanligt hevur annars verið, at tær hava verið rættaðar í forritinum eisini. Skal landsroyndin halda fram, so má eitt nýtt forrit fáast til vega. Tað er úrslitið, eftir at talgilda landsroyndin miseydnaðist, og Próvstovan hevur gjørt av, at sama forrit skal ikki nýtast í framtíðini. Próvstovan hevur sagt sáttmálan við fyritøkuna C net upp. Tað hendi eftir at ætlaða landsroyndin í gjár miseydnaðist, tí forritið, ið skuldi nýtast til royndina, ikki virkaði. Próvstovan hevur havt sáttmála við C net, sum hevur veitt tænastuna til royndina, men nú er tann avtalan farin úr gildi, sigur Regin Marnersson, stjóri á Próvstovuni. Talan var um forritið, Chamilo, sum ikki virkaði sum tað skuldi, men hví so var, veit stjórin á Próvstovuni ikki at siga. Chamilo er eitt útlendskt forrit. Avgerð er samstundis tikin um, at ætlaða landsroyndin ikki verður nú, og um hon verður seinni, er ikki greitt. Men skal hon vera, so er neyðugt við einum nýggjum forriti. Tað er ein politisk avgerð um landsroyndin skal vera, og um landsroyndirnar skulu halda fram, sigur Regin Marnersson. Próvtøkan í 9. og 10. flokkunum verður sum vanligt í summar, men heldur ikki tá verður forritið, Chamilo, nýtt. Tað hevur við sær, at næmingarnir undir próvtøkuni kunnu skriva stíl á telduni, men stílurin verður síðani printaður út, koyrdur í ein brævbjálva og síðani latin einum próvdómara at rætta. Tað metir stjórin á Próvstovuni ikki vera nakran trupulleika, tí Próvstovan hevur próvdómarar, sum taka sær av at rætta uppgávur, sigur hann. Tað, sum hevur týdning, er, at næmingarnir sleppa til próvtøku, so teir kunnu fara víðari á lívsleiðini, sigur stjórin á Próvstovuni. Tað eru áleið 100 ár síðani kvinnur og ognarleys fingu valrætt, og harvið bleiv fólkaræðið meira umboðandi. Men tað tykist sum avbjóðingin, sum var galdandi fyri 100 árum síðani enn tann dag í dag spøkir. Kitty May Ellefsen og Barbara Gardlykke Apol eru tvær kvinnur, ið eru 48 og 22 ár. Hóast tað eru ymsastaðni í lívinum hava tær til felags, at tær eru kvinnur og hava traðka fram alment. Tær uppliva somu trupulleikar, har dentur ofta verður lagdur á, at tær eru kvinnur. At taka eitt lán við 1,8 prosentum rentu, tá tað ber til at læna fyri eitt hálvt prosent í rentu, er tað sama sum at tveita pengar burtur. Norska lánið skal brúkast til at umfíggja eitt lán í Danmark, sum er eina milliard krónur. Tað lánið fellur til gjaldingar síðst í juni. Teitur Joensen, viðmerkjari, er í sjónvarpsstovuni. Hann hugleiðir m.a um 6. umfar ið var leikt farna vikuskiftið og so hyggja vit eisini eftir 7. umfari. Bergtóra Hanusardóttir hevur frá ungum árum verið uppi í felagsarbeiði og rørslum. Lestrarárini var hon nevndarlimur í Meginfelag Føroyskra Studenta. Fyrst í 70unum var hon virkin í Fólkafylkingini móti EEC og Kvinnum fyri friði, sum arbeiddu ávikavist móti føroyskum limaskapi í EEC og móti kjarnorkuvápnum. Í 1976 var Bergtóra uppi í at stovna Kvinnufylkingina, sum setti mong mál á breddan við sínum arbeiðsbólkum og átøkum á kvinnudegnum 8. mars. Bergtóra Hanusardóttir var limur í nevndini Demokratia árini 2006 2008. Demokratia kom burtur úr eini ráðstevnu, sum Útnorðurráðið helt í Føroyum. Fyrsta royndin vóru stuttsøgur til kapping á kvinnudegnum 1986. Seinni gav hon út stuttsøgusavnið Loynigongir. Fyrsta skaldsøgan var Skert flog. Hevur tú glett teg og bíðað eftir nýggjum House of Cards pørtum síðani mars mánað í fjør, so kanst tú so smátt byrja at gleða teg. Bíðitíðin er skjótt liðug. Týsdagin tann 30. mai koma nýggir partar á sjónvarpstænustuna hjá Netflix. Aftur hesa ferð spælir danski sjónleikarin Lars Mikkelsen ein leiklut í House of Cards. Til samans 13 nýggir partar eru í fimtu røðini. House of Cards sjónvarpsrøðin er um politikaran, Frank Underwood, ið náðileyst beinir allar neyðugar forðingar burtur á politisku yrkisleiðini. Eg kann ikki liva við, at ein so týdningarmikil stovnur sum Sernám liggur í leiðsluloysi, og tí var neyðugt at seta fólk úr Mentamálaráðnum fyribils at leiða stovnin. Tað sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, eftir at avgerð er tikin um, at trý fólk í Mentamálaráðnum skulu stjórna Sernámi, fyribils restina av skúlaárinum. Støðan er serlig á stovninum, tí varaleiðarin fór í farloyvi fyrr í ár, og nú er leiðarin sjúkrameldaður, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna. Í sendingini geva leikarar, fyriskiparar og onnur sítt boð uppá, hvat eigur at eyðkenna ársins leikarar. Seinast í sendingini kaga vit eisini í ítróttakalendaran fyri komandi dagarnar. Tey fimm stakløgini eru Back To You Jórun Gudmundsen Trong troyggja Altverkið Summar Steso Tá slóðin er grøn UnknownHero feat. Eva Sedna Kelly Frazer og Thor Simonsen Tað sigur bóndin, Esbern í Eyðansstovu, nú Mykines verður skipað sum gjaldsøki fyri ferðandi. Summarið er ikki byrjað, men mykinesfólk rópa longu varskó. Hóast næmingarnir skulu brúka pappír og blýant í ávísum førum, tá teir fara til próvtøku í summar, verður telda tó framvegis á borðinum. Tí eru vanlig amboð sum Sprotin og internetið til taks hjá teimum. Í tveimum undanfarnum sendingum hava vit hoyrt ymiskar serfrøðingar í fiskivinnu grundgeva, hví politikarar eiga at lurta eftir teimum, tá ið fiskivinnupolitisku avgerðirnar skulu takast. Í dag sleppa tríggir politikarar at greiða frá, hvussu teir navigera í fløkta fiskivinnukjakinum. Kjakið um fiskivinnuna snýr seg fyri ein stóran part um uppboðssølu, antitrust, dagar, kvotur og annað, sum fer at mynda innihaldið í eini nýggjari fiskivinnulóggávu. Men, kjakið um sjálvt innihaldið í fiskivinnuskipanini kann ofta villast, og fer at snúgva seg um nakað heilt annað. Tað er hvør veit hvat, ella hvør veit nóg nógv um fiskivinnu til at kunna tosa um hana. Hetta ger seg kanska serliga galdandi á internetinum, har fólk við púra ymiskum sjónarhornum oftari hava høvi at skifta orð, enn tey fyrr høvdu. Ofta eru sjónarhornini so ymisk, at tað heldur enn at kjakast um innihaldið gevur betri meining at finnast at avmarkaðu vitanini hjá hvørjum øðrum. Og tá ið kjakið millum tey, sum halda seg vita, leikar harðast á, kann tað hjá øðrum vera torført at taka dagar ímillum, hvør veit best. Og innan stutta tíð fer hetta sama orðaskiftið av álvara í gongd í løgtinginum. Fólkaflokkurin eigur eitt uppskot, samgongan eitt, og sambandsflokkurin kemur við einum triðja uppskotið fyrsta dagin. Nógv stendur upp á spæl búskaparliga, men eisini politiskt. Tí kunnu vit vænta eitt løgtingsorðaskifti, sum verður næstan líka hvast og kanska líka ørkymlandi sum glepsini á netinum. Tí hava vit til hesa síðstu sendingina tosað við teir tríggjar, sum hava staðið á odda fyri løgtingsuppskotunum. Og hóast ósemjurnar eru har, so er tað eitt, sum bæði Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, og Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, tykjast púra samdir um bæði praktisk og ástøðilig vitan er viðkomandi, tá ið avgerðirnar skulu takast. Frástøðan millum vinnu og frøði hevur søguliga verið stór. Hetta er til stóran ampa hjá politikarum, og ger tað nógv torførari at taka avgerðir. Men tað ber til at samansjóva vitanina, sum frøðin øðrumegin og vinnan hinumegin liggja inni við. Allir tríggir síggja teir fyri sær eitt vaksandi samstarv, eitt nú millum fiskimenn og fiskifrøðingar. Fiskivinnan skal vera burðardygg. Tað eru teir eisini samdir um. At fiskivinnan skal hava so góðan vinning sum gjørligt í so langa tíð sum gjørligt munnu tey flestu í Føroyum taka undir við. Men, sum annar og triði partur í hesi røðini umrøddi, so er burðardygd eitt breitt hugtak. Tí fer stóra ósemjan at snúgva seg um, hvat burðardygd annars merkir, og hvussu hon skal røkkast Fiskivinna fer uttan iva at fylla nógv í føroyskum politikki, eisini langt aftaná eina komandi fiskivinnunýskipan. Men fleiri hava gjørt vart við, eitt nú miðnámsskúlalærarar, og Meginfelag Føroyskra Studenta, at fólk hava ilt við at seta seg inn í fiskivinnuna, tí hon er so torskild. Vit lata teir tríggjar og hini fólkavaldu sigla víðari millum skerini í fiskivinnupolitiska orðaskiftinum komandi tíðina. Sjáldan hevur ábyrgdin á politisku herðunum viga so tungt, tí nýskipanin fer ivaleyst at broyta, hvussu stórt virði fæst burtur úr náttúrutilfeinginum, og hvussu hesi virði skulu býtast. Breið semja er um burðardygd. Trupulleikin er, at vinnan og frøðin og ymiskir politikarar hava ymiskar fatanir av, hvat burðardygg fiskivinna er og hvussu hon skal røkkast. Og so er stór ósemja eisini um, hvørt uppboðssøla, kvotur, anti trust avmarkingar og annað kunnu stuðla upp undir burðardygga fiskivinnu. Á sumri 1967 varð ein ung norsk genta myrd í Havn. Fyrrverandi sjeikurin hjá 22 ára gomlu Ann Alfredsen skeyt hana og síðan seg sjálvan í einari íbúð við Gripsvegin. Skelkurin var lemjandi, tí hetta var fyrsti morðtilburður í Havn í meira enn 300 ár. Ann Alfredsen kom blaðung til Føroyar at arbeiða sum hárfríðkanarkvinna. Hon var avhildin og gjørdist brátt ein býarmynd í Havn. Vinfólkini flokkaðust um hina vøkru Norsku Ann, sum hon á mannamunni varð nevnd. Hon gjørdist ímyndin av øllum tí, sum eyðkendi tey kátu 60 árini, og slóðaði helst fyri einari kvinnufrígering, sum ikki var komin í Føroyum. Vit fáa søguna um gentuna úr rdalstangen, ið fekk so grumma lagnu í einum landi, har friður valdaði. Vinkonur og onnur, sum minnast hana, greiða frá í sendingini. Vit hitta eisini eina systir hennara í Noregi. Í minsta lagi 60 av allari veiðu hjá føroyskum fiskifari, undantikið veiðu, ið er virkað umborð, skal bjóðast út um góðkenda uppboðssølu í Føroyum, stóð í upprunauppskotinum, sum varð lagt fram í mars. Men hetta er minkað munandi, tí sambært semjuni, sum samgongan hevur gjørt nú, skulu 20 prosent av veidda fiskinum bjóðast út um góðkenda uppboðssølu. Skipanin skal eftirmetast árliga. Eisini í antittrustpartinum, hvussu nógv rættindi hvør kann eiga, eru broytingar gjørdar. Sambært upprunauppskotinum, kundi ongin eiga meira enn 12 prosent av samlaðu veiðurættindum, men hetta markið er hækkað uppí 17,5 prosent. Markini fyri hvat hvør kann eiga av rættindum fyri hvørt fiska slag er eisini broytt. Markið fyri uppsjóvarfisk er 20 prosent, tað var 15 prosent í upprunaupskotinum, 20 prosent fyri botnfisk undir Føroyum. Tað markið var eisini 15 prosent, og 20 prosent á fjarleiðunum, sum til dømis í Barentshavinum. Upprunaliga var tað 25 prosent fyri Barentshavið. Men antitrustmørkini eru ikki aftureftirvirkandi og ikki galdandi fyri at bjóða upp á stutttíðarrættindi. Tíðin gerst ov stutt, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum. Men uppskotið verður kortini sent til hoyringar í næstum, og so lagt fram í næstu tingsetu, sum byrjar á ólavsøku. Áður hevur verið frammi, at uppskotið, um at broyta alilógina, leggur upp til at lækka talið av aliloyvum. Sambært álmanakkanum hjá Løgtinginum fer løgtingið í summarfrí hósdagin 11. mai. Men Løgtingið verður kallað saman aftur í summar, fyri at viðgera uppskotið um nýggja fiskivinnunýskipan, hevur løgtingsformaðurin sagt. Tað sæst á heimasíðuni hjá Eysturkommunu. Til samans hevði kommunan 111,6 milliónir krónir í inntøku, rakstrarútreiðslurnar vóru 72,2 milliónir krónur. Kommunan rindaði 5,2 milliónir krónur aftur í skuld. Eysturkommuna hevur sett góðar 40 milliónir krónir av til íløgur í ár, millum annað til nýggjan barnagarð í Gøtu, jarðarkeyp og útstykkingar og spillvatnsskipan. Býráðið í Eysturkommunu samtykti roknskapin fyri 2016 á býráðsfundi mánadagin í hesari vikuni, skrivar Eysturkommuna á heimasíðuni. Síðani verður hildið fram á Húsum, har gongutúrar, frásagnir í bygdini og annað er á skránni. Fyrsta útoyggjastevnan var í 2002, tá var hon í Skúgvi. Ætlanin skal vísa á avbjóðingarnar hjá ferðavinnuni í dag og koma við tilmælum, sum skulu slóða fyri menning í innanoyggja ferðavinnuni. Heildarætlanin verður handað landsstýrismanninum í Smæruni í Havn í dag klokkan 13, og tá fer arbeiðsbólkurin eisini at leggja ætlanina fram alment. Maybritt Við Strond greiðir frá Orðblindnisráðstevnuni, sum verður á Hotel Føroyum 19. mai. Eisini Greiðir Peter Lund Madsen, heilagranskari, frá um nýggjastu vitanina um orðblindni. Eins og í fjørð verða ein føroysk og ein grønlendsk verkætlan stuðlað. Tann føroyska er Øll hava rætt til góð barnaár , sum er eitt tiltak fyri børn og ung, ið hava foreldur og familju við rústrupulleikum. Við serkønari hjálp og vegleiðing tosa tey í bólki saman um sínar upplivingar, kenslur og hugsanir við øðrum í líknandi støðu. Tiltakið hevur víst seg at vera til stóra hjálp, sigur Alisa Hammer, fyribyrgingarráðgevi hjá Bláa Krossi. Útlendska verkætlanin er í Grønlandi, har næstan ein triðingur av øllum grønlendskum børnum veksur upp í familjum við rúsdrekkatrupulleikum, og ein triðingur av gentunum eru kynsliga misnýttar. Hetta eru sera ræðandi tøl. Blái Krossur í Føroyum samstarvar tískil við Bláa Kross í Danmark og Grønlandi at gera nakað við støðuna. Eftir girðingarlógini kann eingin fara í hagan, uttan loyvi. Á grannastevnu í Mykinesi í apríl, varð samtykt at krevja gjald fyri atgongd til hagarnar. Aksel V. Johannesen, løgmaður, heldur tað ikki vera rætt at gjald verður kravt fyri at ganga í haganum, og ætlar at gera eina lóg, sum setur eins reglur fyri alt landið. Tað er ikki rætt, at einstakar bygdir fara undir at áseta gjald fyri at ganga í haganum. Reglurnar um hetta eiga at vera eins fyri alt landið og ásettar í løgtingslóg. Men skal tað gerast, so má lógarbroyting til, tí eftir girðingarlógini, sum er frá 1937, kann eingin fara í hagan, uttan at hava fingið loyvi til tað. Greinin heldur fram niðanfyri. Á grannastevnu í Mykinesi fyrst í apríl varð samtykt, at eingin sleppur at ganga í høgunum, uttan at gjalda fyri tað. Gjaldið er ásett til 100 krónur fyri vaksin og 50 krónur fyri børn. Í svarinum sigur løgmaður víðari, at í eini tíð, har alt fleiri fólk hava inniarbeiði, ofta sitandi, er tað av týdningi, at tey hava møguleika í frítíðini at koma burtur í óbygt at nýta føroysku náttúruna og at fáa kroppin í venjing. Frá einum fólkaheilsusjónarmiði hevur hetta týdning og eisini sosialan týdning fyri hin einstaka og familjurnar, sigur hann. Men hann heldur eisini, at fleiri atlit mugu takast. Rætturin má avmarkast av umhvørvisligum grundum. Tað fer ikki at bera til, at náttúran fer at verða dálkað av fólki, sum gongur í henni, at viðkvæmt djóra ella plantulív verður órógvað, ella djóra og plantusjúkur verða spjaddar. Greinin heldur fram niðanfyri. Eisini má fyribyrgjast, at fólk koma sær í óføri, soleiðis at tað í størstan mun slepst undan vanlukkum og kostnaðarmiklum bjargingartiltøkum, sigur Aksel V. Johannesen. Løgmaður sigur seg fara at umrøða málið við landsstýrismenninar í landbúnaðarmálum, fíggjarmálum, umhvørvismálum og ferðavinnumálum, hvussu eitt lógaruppskot kann orðast, har øll atlitini verða vigað upp ímóti hvørjum øðrum. Tey, sum hava áhuga í málinum bøndur, Búnaðarstovan, umhvørvismyndugleikar, bjargingarmyndugleikar, kommunur, ferðavinna, gongufeløg og onnur verða tikin við ráð, tá uppskotið verður orðað, sigur løgmaður millum annað í svarinum. Hóast landsstýriskvinnan í fíggjarmálum bað nevndina um at fylgja almennum reglum um løn og nevndarsamsýningar, so helt nevndin seg hava rætt til 960.000 krónur í samsýning. Nevndin samtykti ikki nakra nevndarsamsýning, men sendi bara ein fyrispurning til lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum, svarar Malan Johansen, tá Kringvarpið biður um innlit í fundarfrásøgn frá fyrsta fundinum hjá endurstovnaðu Landsbankanevndini, 29. desember í fjør. Tað var á hesum fyrsta fundi, at nývalda nevndin samdist við seg sjálva um, at hvør nevndarlimur skuldi fáa 8.000 krónur um mánaðin, næstformaðurin tvær ferðir 8000 krónur og formaðurin tríggjar ferðir 8.000 krónur um mánaðin. Sjey fólk manna landsbankanevndina, sum eftir hesum leisti hevði kostað 960.000 krónur um árið. Bara nevndin í almenna Atlantsflog kostar meira, har fáa nevndarlimirnir eina millión og 62.000 krónur tilsamans. Hann hevði farið uppum formanssamsýningina í almennu partafeløgunum Føroya Tele og Atlantsflog, har formaðurin fær ávíkavist 21.000 og 20.000 krónur um mánaðin. Áðrenn nývaldu nevndarlimirnir fóru at tosa um sína egnu samsýning, høvdu tey hoyrt eina framløgu frá landsstýriskvinnuni í fíggjarmalum. Sambært Kristinu Háfoss sjálvari gekk hon ígjøgnum lógarverkið fyri endurstovnaða Landsbankan, herundir grein 5. Sambært grein 5 skal nevndin tryggja, at Landsbankin fylgir almennum reglum. Og í viðmerkingunum til somu grein 5 stendur, at tað áliggur nevndini at tryggja, at Landsbanki Føroya fylgir almennum reglum, sum eru galdandi fyri almennar stovnar. Til dømis at áseta løn og nevndarsamsýningar og lóg um alment innlit. Tað hevði, sambært Kristinu Háfoss sjálvari, stóran týdning at nýggja landsbankanevndin skilti hesa grein 5. Kringvarpið fær ikki innlit í fundarfrásøgnina frá fundinum 29. desember. Men sambært Maluni Johansen, sum á sama fundi varð vald til fyribilsstjóra fyri Landsbankan, og sum leiddi fyrsta nevndarfundin, varð málið um samsýningar til nevndarlimirnar viðgjørt saman við fíggjarætlanini fyri nýggja stovnin. Tað gjørdi nevndin, hóast hon ikki var fullmannað. Kommunufelagið hevði enn ikki valt sítt umboð í nevndina, og tí vóru hvørki Henrik Weihe Joensen sum upprunaliga var í uppskoti til nevndarlim, men ikki leyk treytirnar ella Tummas Eliasen, sum upprunaliga skuldi vera varalimur við á fundinum. Malan Johansen vil ikki upplýsa, hvussu nevndarlimirnir komu fram til sína egnu samsýning. Og hon vil heldur ikki upplýsa, um nevndarlimirnir vóru samdir um upphæddirnar. Eftir stendur tó, at neyvan hava nevndarlimirnir hugt eftir, hvat gamla Landsbankanevndin fekk í samsýning, áðrenn bankin varð avtikin í 2012. Har fekk nevndarformaðurin 4.500 krónur, næstformaðurin 2.600 krónur og hinir tríggir nevndarlimirnir 2.100 krónur í part um mánaðin. Nýggja landsbankanevndin helt sostatt, at nýggi nevndarformaðurin skuldi hava meira enn fimm ferðir størri samsýning enn undanmaðurin. Nýggja landsbankanevndin skuldi kosta 960.000 krónur um árið, tann amla landsbankanevndin kostaði 134.000 krónur um árið tann nýggja skuldi kosta 960.000 krónur sjey ferðir meira. Leggjast skal afturat, at gamli landsbankin hevði eisini eitt umsjónarráð við 11 limum, og tað hevur nýggi landsbankin ikki. Samsýningin til teir 11 umsjónarráðslimirnar var til samans 103.000 krónur um árið. Nevndin í Landsbankanum fylgir nú tilráðingini frá Fíggjarmálaráðnum. Formaðurin fær 10.000 krónur um mánaðin, næstformaðurin 7.000 krónur og nevndarlimirnir 6.000 krónur í part. Facebook kunngjørdi mikudagin ein góðan roknskap. Yvirskotið var beint omanfyri tríggjar milliardir dollarar, svarandi til umleið 20 milliardir krónur. Samstundis nærkast talið á brúkarum á Facebook einum søguligum hornasteini. Tí skjótt eru tvær milliardir fólk á stóra, sosiala miðlinum. Vøksturin hjá Facebook hevur hetta síðsta árið verið 17 prosentstig størri enn árið frammanundan. Tað skrivar tíðindastovan hjá Ritzau. Fíggjarliga gongur eisini væl hjá Facebook í løtuni. Umsetningurin hjá Facebook var omanfyri átta milliardir dollarar fyrstu tríggjar mánaðirnar í 2017. Tað er nakað meira enn greinarar høvdu mett frammanundan. Mett varð, at sølan hjá Facebook fór at liggja um 7,84 milliardir fyrsta ársfjórðingin í ár. Umsetningurin hjá Facebook vaks 49 prosent samanborið við somu tíð í fjør. Yvirskotið vaks hetta tíðarskeiðið við 76 prosentum, sambært tíðindastovuni, Ritzau. Hvat hendir í Spaniastovu í summar Jógvan Andrias Joensen sigur frá og vitjar musikcaf ina, meðan Fía Heinesen greiður frá umhvørvisframsýning, hon hevur sett saman í Miðstovuni. Hóast vøkur, kann hugnaliga føroyska bygdin og føroyska summarið pallseta óhugnaligar hendingar. Og hetta fáa vit staðfest í nýggju føroysku krimiskaldsøguni Hevndin úr havsins dýpi , sum kemur út í næstum. Rithøvundurin Steintór Rasmussen vitjar Mentanarcaf ini. Posthúsið, sum rundar tey fimti í komandi mánað, verður partur av nýggja mentanarhúsinum í Klaksvík, hvørs vinnarauppskot varð avdúkað fyri einum sløkum ári síðani. Vit fáa vitjan av Signhild Johannesen, forkvinnu í mentanarnevnd Klaksvíkar býráð og í stýrinum fyri mentanarhúsið Edwardi Fuglø, sum vegna Norðoya Listafelag longu hevur sett skjøtil á Posthúsið sum mentanarhús eins og vit eisini hava hitt Palla Gregoriussen, ið er arkitekturin, sum teknaði Posthúsið, og Ósbjørn Jacobsen, sum hevur teknað nýggja mentanarhúsið. Góður arkitekturur ger okkum lívið betur, og vit fara eisini at skifta orð við Ósbjørn um nýggja, spennandi bygningin, sum Bústaðir letur byggja í miðbýnum í Klaksvík. Í ár eru 40 ár liðin síðani stig vórðu tikin til at Klaksvíkar Sjónleikarfelag varð endurstovnað. Adelborg Linklett og Rudolf Joensen støkka inn á gólvið. Fleiri sera dugnalig listarfólk hava sínar røtur í Klaksvík, og ein teirra er grafikarin og listarkvinnan Elinborg L tzen, sum livdi frá 1919 til 1995. Og stjórin á Listasavni Føroya Nils Ohrt, fer at lýsa Elinborg sum listarkvinnu. Hvør er søgan um Faktorshúsini, ið standa skamt frá Spaniastovu, og har listarkvinnan Elinborg L tzen eisini hevur búð Hesar og aðrar spurningar seta vit Andrassi Sólstein, leiðara á Norðoya Fornminnissavni. Maritimi mentanararvurin fær eisini innivist, tá vit hitta fyrrverandi formannin í Føroyagrunninum, Leif Abrahamsen, sum tók stig til at varðveita línuskipið Helenu, eins og Janus á Tjaldrafløtti, sum hevur keypt sær deksbát, ið er javngamal við Titanic, leggur at í Spaniastovu. Hví er Klaksvík ofta kosin at vera føroyski tónleikahøvuðsstaðurin, og hvat hevur eyðkent tónan úr Klaksvík. Hesar og aðrar spurningar fara vit, í orðum og tónum, at greina saman við Knút Háberg Eysturstein, tónleikafrøðingi. Livandi tónleikur verður eisini á palli, og spennandi og forkunnuga Musikcaf ini verður mannað av Jógvani Andriasi Joensen Jón Mørkøre Herdis Klein við orkestri Halli Joensen og hansara fólkum unga tónleikabólkinum Vinsent eins og FMA virðislønta troubadourinum Hans Andriasi Jacobsen. Amerikanska fregnartænastan, CIA, hevur roynt at drepa norðurkoreanska leiðaran, Kim Jong Un, við millum annað geislavirknum mati, sigur norðurkoreanska ráðharrastovan fyri landsins trygd. Í einari skrivligari fráboðan leggur Norðurkorea CIA undir at hava ætlanir at drepa Kim Jong Un saman við suðurkoreansku fregnartænastuni. Ætlanin var at drepa norðurkoreanska leiðaran við biokemiskum evnum á einum almennum hátíðarhaldi í Pyongyang, sigur norðurkoreanska ráðharraststovan. Viðurskiftini millum USA og Norðurkorea eru sera spent í løtuni, og Norðurkorea sigur, at ætlaða álopið er einki minni enn ein krígsavbjóðing. Tey í býlingshúsinum á Velbastað, hava verið útferð og sæð fleiri smálomb, og hava uppliva nógv stuttligt og spennandi. Dánjal, Sjúrður, Bjarki og Steintór greiða frá. Hetta kann hava týdning fyri at tryggja rýmingarleiðir, og tá boðað verður frá eldi, ella tá tørvur er á hjálp, sigur leigunevndin í ársfrágreiðingini. Seinasta árið eru eingi ítøkilig stig til til at gera yvirlit yvir góðkendar leiguíbúðir. Leigunevndin tekur sær av trætumálum millum leigara og útleigara. Í fjør viðgjørdi nevndin 10 kærur og 23 fyrispurningar. Kærur vóru bæði frá leigarum og útleigarum. Flestu mál eru um ósemjur millum leigara og útleigara um uppsagnir. Fyrradagin spældi David Eriksen sína fráfaringarkonsert við Tórshavnar Musikkskúla miðnám. Nú hevur 20 ára gamli gittarsnillingurin ætlan um at taka eitt ár frí til at hugsa seg um, hvat hann fer at gera víðari. Allarshelst verður konservatorium næsta stig á leiðini. Sunnudagin kl. 16 trínur David á pall saman við øðrum næmingum úr Tórshavnar Musikkskúla í Norðurlandahúsinum. Hoyr evnaríka unglingan práta og spæla í vikuskiftissendingini Ein góður mánaður er síðani, Jónas Bloch Danielsen byrjaði sum leiðari í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Um vikuskiftið verður fyrsta tiltakið í húsinum undir hansara leiðslu. Talan er um eina konsert við føroyskum sangarum, sum syngja sangir eftir Leonard Cohen, sála, á føroyskum. Hoyr Jónas greiða frá um hetta og um sína bakgrund annars Orðini hesa vikuna er úr herrópunum hjá Visit Faroe Island. Untouched og unspoiled órørt og óspilt. Og hvat hendir so hesa vikuna. Landsroyndin í fólkaskúlanum aftur avlýst, tí hesar fremmandu og útlendsku teldurnar spilla okkum. Næmingarnir villja aftur til at tað gamla tað óspilta aftur til blýant og pappír. Í Mykinesi skuldi tað óspilta draga tað fremmanda til sín, men longu nú er tað fremmanda og útlendska við at spilla okkum. Vit vilja sleppa at hava okkara órørda og óspilta í friði. Og fyrst í trýssinum tá Føroyar vóru óspiltar og lítið og einki kendu til Rolling Stones kom ein norsk kvinna til Havnar og Havnin var ikki longur ósek. Spurningurin sum stendur eftir er, um hon dróg okkurt fremmant inn í hendan óseka býin og tað kundi bara enda við, at vit vildu aftur til tað órørda og óspilta. Løgreglan heitir á bilførarar á Oyggjarvegnum um at halda av fyri útrykningi, tí bilarnir sleppa ikki fram, og um at taka Oyggjarvegin. Men minkast skal um trýstið á oynna við ferðavinnutilboðum aðrastaðni, og tað skal ein menningardeild á Visit Faroe Islands standa fyri. Samsýningarnar hjá býráðslimunum hækka eisini, eftir at Húsa og Klaksvíkar kommunu løgdu saman á nýggjárinum, og býráðslimirnir fáa umleið 10.000 krónur um mánaðin. Kunngerðin sigur, at borgarstjórar í kommunum, ið hava millum 1.500 og 4.999 íbúgvar, fáa løn, ið svarar til 37. lønarflokk í sáttmálanum millum Tænastumannafelagið og landið. Tað svarar til umleið 47.800 krónur um mánaðin. Borgarstjórar í kommunum við millum 5.000 og 9.999 íbúgvum fáa løn sambært 38. lønarflokki, og knappar 52.000 túsund krónur um mánaðin. Fólkatalið í Klaksvík fór upp um 5.000, tá Húsa kommuna og Klaksvíkar kommuna løgdu saman á nýggjárinum, og tí hevur Klaksvíkar býráð samtykt at hækka lønina hjá borgarstjóranum. Best lønti borgarsstjóri í Føroyum er borgarstjórin í Havn, tí sambært kunngerðini um samsýning til kommunustýrislimir, so fáa borgarstjórar í kommunum, ið hava 10.000 íbúgvar ella fleiri, løn, ið svara til 39. lønarflokk hjá tænastumannafelagnum, og tað eru góðar 55.600 krónur um mánaðin. Maritimar útbúgvingar eiga at verða raðfestar. Møguleiki eigur at verða fyri at taka skipsførara og maskinmeistaraútbúgvingar á bachelor stigi, og masterútbúgvingar í sjóvinnu eiga eisini verða fyrireikaðar. Tað sigur arbeiðsbólkurin, sum varð settur at gera tilmæli um at dagføra sjóvinnupolitikkin og at orða eina maritima strategi fyri Føroyar. Mælt verður til, at miðnámsskúlar og handilsskúlar bjóða lærugreinir í shipping og logistikki, og skipa styttri shippingútbúgvingar til tey, ið hava miðnám ella skrivstovuutbúgving. Arbeiðsbólkurin sigur, at reiðaravirksemi, sum er staðsett í Føroyum, skapar størstu virðisøkingina til samfelagið. Tí er neyðugt at tryggja, at karmarnir eru kappingarførir bæði fíggjarliga og í dygd, so fleiri fara undir og leggja reiðararavirksemi í Føroyum. Føroyar eiga at fáa limaskap í Paris Mou, og marknaðarføringin av FAS skipanini eigur at verða styrkt, tí tað hevur týdning at fáa fleiri skip í skipanina, sigur arbeiðsbólkurin. Í arbeiðsbólkinum sótu umboð fyri uttanríkis og vinnumálaráðið, Reiðarafelagið fyri farmaskip, Sjóvinnustýrið, Faroese Maritime Union, Vinnuháskúlan, Mentamálaráðið og Fíggjarmálaráðið. Lagnan hjá Lívfiskastøðini í Skopun er framvegis óviss. Støðin hevur verið brúkt til at ala lívfisk frá tí, at yngulin er 40 gramm til støddar til fiskurin er kynsbúgvin og kann strúkast. Men henda framleiðsla á fiskaaling er steðgað. Tað stendur í álitinum frá arbeiðsbólkinum, sum hevur gjørt álit og tilmæli um ferðavinnuna, og sum varð latið uttanríkis og vinnumálaráðnum í gjár. Sagt verður, at í fyrstu syftu er neyðugt at vita, hvussu mong ferðafólk koma til landið. Tað er avgerandi fyri at kunna fylgja við vøkstrinum í ferðavinnuni. Arbeiðsbólkurin mælir til, at Vága floghavn fær ábyrgdina av seta í verk skipan á flogvøllinum, sum tryggjar, at øll ferðafólk verða skráset, tá tey koma og fara um flogvøllin. Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, hevur sagt, at hon vónar, at fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum fara at sýna hógv, tá lønarsamráðingar verða. Í fjør vórðu seldir 321 nýggir bilar í Grønlandi, og tað eru 7,7 prosent meira enn árið fyri, vísa tøl hjá grønlendsku hagstovuni. Peter Petersen, privatkundastjóri í Grønlandsbankanum, sigur við grønlendska kringvarpið, at eftirspurningurin eftir fígging at keypa bil er vaksin, og tað er tekin um, at fólk hevur meira um pening um hendur. Nógv verður bygt, tað gongur væl í fiskivinnuni, og prísurin er góður. Tað merkir, at inntøkan er vaksin, og fleiri hava fulltíðarstarv, sigur privatkundastjórin í Grønlandsbankanum. Í apríl skrásetti Akstovan tilsamans 224 nýggj akfør, 23 færri enn í apríl í fjør. Av hesum vóru 161 persónbilar. Tað eru 42 færri enn sama mánað í fjør. Næmingar á miðnámsskúlunum vilja helst lesa í Føroym, tá tey skulu undir hægri útbúgving. Tað vísir nýggj kanning, skrivar Miðnámsrit. Kanningin vísir, at 40 prosent av teimum ungu vilja taka eina útbúgving í Føroyum. Á øðrum plássi kemur Danmark við 35 prosentum, men langt er niður til nummar trý, sum er Bretland við 12 prosentum. Tað sæst í svari, sum Kári P. Højgaard, tingmaður fyri Sjálvstýri, hevur fingið frá Henriki Old, landsstýrismanni, til grein 52 fyrispurining. Harafturat er ein serstøk játtan til havnina í Svínoy, og 2,4 milliónir krónur vórðu brúktar til at gera ein skráa til akfarsflutning við lendingina á Eiðinum í 2016. Í ár eru 900 túsund krónur játtaðar. Landið eigur samferðsluhavnirnar á Krambatanga, á Gomlurætt, á Syðradali og ferjulegurnar í Skopun og í Klaksvík, og skal tí halda tær viðlíka. Eftir ætlan verða ábøtur gjørdar á havnina á Syðradali í ár og næsta ár fyri umleið 850 túsund krónur. Harumframt eru ætlanir um at betra um umstøðurnar hjá ferðafólki á staðnum. Tað var um eitt tíðina í nátt, at løgreglan fekk fráboðan um, at ein maður var illa stungin á vegamótinum Landavegur Íslandsvegur í Havn. Av tí at referatforboð er, kunnu vit ikki upplýsa, um dómarin eftirlíkaði kravinum frá ákæranum um varðhaldsfongsling í 4 vikur, av teimum skuldu tvær verða í isolatión. Løgreglan hevur handtikið tveir mans afturat í málinum um mannin, sum varð illa stungin leygarnáttina í Havn. Og harafturat skulu hinir báðir, sum vórðu handtiknir stutt eftir tilburðin sita í varðhaldi í fýra vikur, harav avbyrgdir í eina viku. Tað sigur vaktsjefurin hjá løgregluni í morgun. Báðir menninir vórðu handtiknir seint í gjárkvøldið í Havn, og enn er eingin avgerð tikin, um teir skulu til grundlógaravhoyring ella ei. Hinir báðir menninir, sum var til grundlógaravhoyring í gjárkvøldið, eru varðhaldsfongslaðir í fýra vikur, harav fyrstu vikuna skulu teir sita avbyrgdir. Tað var um eitt tíðina leygarnáttina, at løgreglan fekk fráboðan um, at ein maður lá á vegnum úti við Landavegin í vesturbýnum í Havn. Maðurin varð stungin og skorin fleiristaðni og bløddi illa. Maðurin varð fluttur á sjúkrahús og varð seinni lagdur undir skurð. Men í dag hevur hann tað gott eftir umstøðunum. Løgreglan hevur vitjað á sjúkrahúsinum og gjørt innleiðandi avhoyringar fyri at fáa hansara fatan av tí, sum hendi í eini roynd at vita, um tað samsvarar við ta fatan, ið løgreglan hevur. Fraklendingar skulu í dag velja forseta. Valið stendur millum høgravendu Marine Le Pen, sum er atfinningarsom mótvegis ES og tilflytarum, og Emmanuel Macron, sum liggur á miðjuni í politiska ásanum og er fyri ES. Eitt annað, ið kann ávirka valúrslitið, er hendingin fríggjadagin, tá fólk, ið starvast hjá Macron í valstríðnum, sendu fleiri innanhýsis skjøl og fílur á netinum. Fílurnar vórðu stolnar av teldusníkum og vórðu, sambært fólkunum í leguni hjá Macron, blandaðar saman við følskum upplýsingum og lagdar út á netið. Bussleiðin hevur koyrt síðani á nýggjárinum, og tøl hjá kommununi vísa, at higartil hava slakir 2.000 brúkarar nýtt bussleiðina. Hetta svarar til áleið slakar 500 brúkarar um mánaðin. 2017 er royndarár og til viðgerðina av fíggjarætlanini fyri 2018 skal býráðið taka støðu til, um tilboðið skal halda fram, stendur á heimasíðuni hjá Sunda Kommunu. Bólkurin, ið hevur gjørt tilmælið heldur, at tørvur er á, at lands og bygdasøvn samskipa sítt virksemi og virka fyri hægri dygd á søvnunum kring landið. Tað er ein bólkur við starsvfólkum úr uttanríkis og vinnumálaráðnum, umboðum fyri kunningarstovurnar, kommunurnar og onnur, ið hevur skrivað heildarætlanina. Grundlógaravhoyring verður av teimum báðum monnunum, sum løgreglan hevur handtikið afturat í samband við álopið á mannin, sum varð stungin leygarnáttina í Havn. Tað upplýsir løgreglan. Báðir menninir, ávíkavist 17 og 18 ára gamlir, vórðu handtiknir seint í gjárkvøldið í Havn og skulu til grundlógaravhoyring seinnapartin klokkan fýra. Hinir báðir menninir, sum vóru til grundlógaravhoyring í gjárkvøldið, eru varðhaldsfongslaðir í fýra vikur, harav fyrstu vikuna skulu teir sita avbyrgdir. Teir eru eldri enn hesir báðir, sum nú skulu grundlógaravhoyrast. Ávíkavist 23 og 26 ára gamlir. Seinnapartin í gjár boðaði ein húsaeigari á Íslandsvegnum nærhendis har maðurin varð stungin frá, at ein knívur lá í garðinum. Løgreglan hevur tikið knívin og hevur tikið DNA royndir. Løgreglan heitir á fólk í grannalagnum um ikki at nerta við nakað, um tey finna onkran lut, sum kann hava við tilburðin at gera. Hetta fyri at sportryggja lutin í bestan mun. Ein nýggj útbúgving er skipað, sum hevur til endamáls at menna og útbúgva lærarar í Føroyum til stjórastørv eftir einum leisti, sum er skraddaraseymaður eftir føroyskum viðurskiftum, sigur landsstýriskvinnan í mentamálum. Útbúgvingin er ókeypis, og hon er skipað sum hálvtíðarlestur í tvey ár, og undirvíst verður eitt ella tvey vikuskifti um mánaðin. Umsóknarfreistin er 15. mai, og tað fer at kosta landinum umleið eina hálva millión árliga at fíggja útbúgvingina. Ein nýggj veljarakanning er júst gjørd, sum vísir, at sitandi samgonga hevur afturgongd, men samstundis varðveitir meirilutan. Gallup hevur gjørt veljarakanningina fyri vp.fo. Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin høvdu fingið eitt umboð afturat á ting, meðan Sjálvstýri er stóri taparin og ikki fær umboð á ting, um val hevði verið nú. Javnaðarflokkurin er framvegis størsti flokkur og varðveitir síni 8 tingfólk. Flokkurin fær 24,7 prosent. Eitt hálvt prosentstig færri enn á seinasta løgtingsvali í 2015. Honum næstur er Fólkaflokkurin, sum fær góð 21 prosent av atkvøðunum góð 2 prosent fleiri enn á valinum og tað gevur flokkinum eitt tingfólk afturat tað vil siga 7. Hin stóri andstøðuflokkurin, Sambandsflokkurin, hevur eisini framgongd og fær eitt tingfólk afturat, sambært kanningini. Sambandsflokkurin fær 20,4 prosent, sum er 1,7 prosentstig fleiri enn á valinum. Honum næstur er Tjóðveldi við 19,9 prosentum, sum fer aftur við 0,9 prosentstigum. Miðflokkurin fær 6,1 prosent, tað er 0,6 prosentstig fleiri enn á valinum. Stóri taparin, sambært kanningini, er Sjálvstýri, sum missir bæði umboðini, tí hann við 2,3 prosentum ikki megnar at koma upp um sperrumarkið. Norðurkoreanskir myndugleikar hava tikið avgerð um at halda enn einum amerikanskum ríkisborgara aftur. Tað skrivar tíðindastovan KCNA, sambært Ritzau. Amerikanarin, Kim Hak Song, sum arbeiddi á lærda háskúlanum fyri Vísind og Tøkni í høvuðsstaðnum, Pyongyang, er handtikin, tí hann er undir illgruna fyri at skaða norðurkoreansk áhugamál, stendur í eini fráboðan frá norðurkoreanskum myndugleikum. Verður fráboðanin váttað, so er talan um fjórða amerikanska ríkisborgaran, sum verður hildin aftur í afturlatna landinum, skrivar Reuters. Ein annar amerikanari, Kim Sang Dok, varð afturhildin síðst í apríl í PyongYang. Hann var gesta fyrilestrarhaldari á sama lærda háskúla í Pyongyang, og løgreglan handtók hann, tá hann skuldi av landinum aftur. Viðurskiftini millum USA og Norðurkorea hava verið serliga spent seinastu mánaðirnar, eftir at bæði londini hava hótt við rakett álopum. Báðir menninir ávíkavist 17 og 18 ára gamlir vórðu handtiknir í gjár og settir í samband við álopið á mannin, sum varð stungin leygarnáttina í Havn. Ákærin ynskti í grundlógaravhoyringini, at báðir menninir eins og hinir báðir menninir í gjár vórðu varðhaldsfongslaðir í fýra vikur. Meiri fæst ikki at vita frá grundlógarforhoyrinum, tí dómarin avgjørdi at áseta referatforboð tað vil siga, at miðlarnir sleppa ikki at greiða nærri frá, hvat kom fram í grundlógaravhoyringini. Oljubletturin er á sunnaru síðu á fjørðinum frá kirkjugarðinum og inn móti sandinum. Sløkkiliðið ger tó onki við oljublettin, tí talan er um eitt so mikið tunt lag av olju. Emmanuel Macron verður nýggjur forseti í Fraklandi. Hann vann stórsigur á seinna valumfarinum í gjár, og fekk góð 66 prosent av atkvøðunum, meðan Marine Le Pen fekk sløk 44 prosent. Valluttøkan var 75 prosent, sum var tann lægsta síðani í 1969 og næstan 10 prosentstig av atkvøðunum vóru blankar. Fyrra valumfarið var 23. apríl, og tey bæði sum fingu flest atkvøður fóru víðari til seinna umfarið. Valhølini lótu aftur klokkan 8 í gjárkvøldið, og tað gekk ikki long tíð, til Marine Le Pen ynskti Macron tillukku við sigrinum. Macron, sum er 39 ára gamal, er yngsti forsetin í fronsku søguni. Tað er bara eitt ár síðani at Macron stovnaði rørsluna Fram, sum grundarlag fyri forsetavalinum. Hann var eitt skifti fíggjarmálaráðharri í sosialistisku stjórnini, men fór til val sum miðpolittikari, ið stuðlar ES og globaliseringina. Macron fær úr at gera fyrstu tíðina, tí hann skal takast í eið sum forseti í seinasta lagi um 10 dagar, og longu í juni verður tjóðartingsval, tað verður 11. og 18. juni. Tjóðartingsvalið verður avgerandi, og Macron hevur fyri neyðini at Fram vinnur tað valið eisini, um hann skal hava møguleikar at føra tann politikkin, sum hann hevur sett sær fyri. Í Fraklandi er tað ikki forsetin, sum einsamallur hevur valdið. Hann skal býta valdið við forsætisráðharran, og er hann ikki úr hansara egna flokki, kann tað gerast torført at reka ætlaða politikkin. Men rørslan Fram byrjar við ongum, tí rørslan hevur ikki umboð í tjóðartinginum, og tí verður tjóðartingsvalið avgerandi fyri framtíðina hjá Fraklandi. Roykurin stavaði frá einum báli í einum urtagarði í Grønulíð, har tey vóru farin at brenna greinar og annað urtagarðsrusk frá morgunstundini. Men á Brandstøðini í Havn siga tey, at tað er eitt gott hugskot at boða sløkkiliðnum frá, um tú skalt brenna urtagarðsrusk, hóast hetta ikki er eitt krav. Prísurin á olju hækkar í morgun, eftir at Macron vann franska forsetavalið og OPEC londini hava boðað frá, at avtalan, um at minka um søluna av olju, heldur fram. Olju og orkumálaráðharrin í Saudiarabia boðaði um vikuskiftið frá, at avtalan, sum OPEC londini gjørdu um at minka søluna av olju, fer at halda fram restina av árinum og helst eisini inn í 2018. Hóast amerikanska sølan av sonevndu skiferoljuni hevur tikið broddin av avgerðini hjá OPEC londunum um at skerja oljusøluna, so halda londini fast um avtaluna, segði ráðharrin. Greinarar hava sagt, at harða kappingin á oljumarknaðinum, ið seinastu tíðina hevur lækkað prísin, ikki stavar frá teimum grundleggjandi marknaðarkreftunum, men frá øðrum viðurskiftum. Oljuprísurin hækkar ella lækkar alt eftir hvussu stórar oljugoymslurnar eru í teimum ymsu londunum, og tað fer sum frálíður á laga seg av sær sjálvum, sigur ein australskur greinari. Trýst verður lagt á arktisku londini at steðga veiðuni eftir hvali og kópi, eisini hóast hon er burðardygg. Hetta trýstið kemur uttanífrá úr ES, Stórabretlandi og fleiri. Øll somul lond, sum í løtuni eru observatørar til Arktiska Ráðið og ynskja at sleppa í Arktis at virka. Endamálið við ráðstevnuni er at venda trýstinum. Ístaðin fyri at noyðast at verja rættin mótvegis hesum londum, eigur at vera sett teimum krav at tey virða rættin hjá fólkunum í Arktis at gagnnýta alt havsins tilfeingi burðardygt eisini hval og kóp. Kunnu tey ikki virða hvussu fólk og náttúra virka saman í Arktis, eiga tey ongan rætt at sleppa framat at virka. Filmurin Gomlu handlarnir lýsir høvuðshandlarnar í Fuglafirði í gomlum døgum, sum vóru Piddasahandil og Handilin hjá Haraldsen. Filmurin verður vístur mánakvøldið kl. 19. Hin filmurin, sum verður vístur týskvøldið kl. 19, kallast Gomlu vinnufyritøkurnar og er um stóru og týdningarmiklu arbeiðsplássini tá á døgum, Gomlu Smiðju og Gomlu Beding, og um spírarnar til nýggjaru virkini í Fuglafirði. Filmarnir byggja á samrøður, sum vóru gjørdar við fólk, sum vóru á hesum arbeiðsplássunum í fimti og sekstiárunum. Flestu samrøðurnar vóru gjørdar í sambandi við nakrar kvøldsetur í Mentanarhúsinum fyri nøkrum árum síðani. Nógvar gamlar myndir eru eisini at síggja í filmunum, eins og vitjað verður á nýggju virkjunum. Signar á Brúnni eigur hugskotið til filmarnar og Zacharias Hammer hevur staðið fyri upptøkunum. Gallup setti í kanningini hjá vp.fo soljóðandi spurning Tekur tú undir við fiskivinnuuppskotinum hjá samgonguni, sum tað fyriliggur 40 prosent av teimum spurdu siga seg ikki taka undir við uppskotinum, meðan 21 prosent siga ja. Hinvegin eru fleiri, sum ikki hava tikið støðu. Fjórði hvør svaraði, at tey ikki kenna uppskotið, meðan 14 prosent siga seg ikki vita, hvat tey halda um fiskivinnuuppskotið hjá samgonguni. Greenpeace ávarar Statoil um ætlaðu royndarboringarnar eftir olju og gassi í Barentshavinum, og boðar samstundis frá, at Statoil kann fáa vitjan av altjóða skipum. Statoil hevur ætlanir um at fara undir royndarboringar á eini leið, sum er nærri Svalbard enn Finnmørkini, og er nógv norðrari enn nøkur onnur royndarboring sum er gjørd í norskum øki. Talan er um ógvusligar ætlanir. Tað sum hendir á leiðini er langt úr landi og er tí sera vandamikið, bæði fyri tey sum fara at starvast har og ikki minst fyri náttúruna. Tað fer at taka langa tíð at fáa sett eina tilbúgving í verk, um nakað hendir, sigur umboðsmaðurin hjá Greenpeace í Noreg, Truls Gulowsen. Ætlaða royndarboringin skal vera á Korpfjell, sum liggur einar 200 fjórðingar norð úr Finnmørkini, og í einum parti av Barentshavinum, har slíkar boringar ikki hava verið loyvdar. Greenpeace hevur fleiri ferðir fyrr framt tiltøk ímóti norskum og russiskum oljuboringum í Barentshavinum, og felagskapurin í fleiri londum fylgir gongdini neyvt. Greenpeace sigur seg hava ætlanir um at senda skip úr fleiri londum til leiðina í Barentshavinum í summar. Triðja hvørt starvsfólk á stovnum í Danmark hevur eftir bara einari viku tikið ímóti sjúkum børnum. Tað er niðurstøðan í nýggjari kanning, danska fakblaðið, FOA , hevur gjørt. Blaðið spurdi til samans 995 námsfrøðingar og niðurstøðan er greið Foreldur í Danmark senda børnini á stovn og dagrøkt hóast børnini eru sjúk, skrivar blaðið. Triggir av fýra námsfrøðingum svara, at tey minst einaferð um mánaðin taka ímóti børnum, ið eru sjúk. Triðja hvørt starvsfólk sigur seg taka ímóti sjúkum børnum minst einaferð um vikuna. Lógin skuldi verið broytt, so foreldur hava rætt til at verða heima hjá sjúkum børnum upp í 15 dagar um árið við løn, sigur Thomas P. Bøje, granskari á Roskilde universitet sambært Politiken . Nøkur vitni hava vent sær til løgregluna, men løgreglan vil fregin frætta frá fólki, sum halda seg hava sæð nakað í sambandi við málið, tá ein maður varð stungin um vikuskiftið. Beinleiðis spurningurin hesaferð kom frá lurtara, sum spurdi, um føroyskar kvinnur finna seg í meira sexchikanu á arbeiðslpássinum, enn kvinnur gera aðrastaðni. Nógvir føroyingar hava verið í býnum Nakuru og hjálpt til hjá felagsskapinum New Life Afrika International, sum donsku hjúnini Susanne og Leif Madsen reka. NLAI er ein sjálvboðin felagsskapur, sum gevur fátækum børnum og ungum møguleika at ganga í skúla og útbúgva seg til framtíðina, og harafturat lærir kreppuraktar kvinnur at seyma. Beint nú er ein føroyingur her. Tað er Jóna Hansen, sum er í Nakuru fyri 11. ferð og hjálpir til. Saman við Susanne Madsen vísir Jóna okkum stóra ruskplássið í býnum, har nógvar familjur búgva. Tað er ein syndarlig sjón. Men sólskinssøgan í hesum er forskúlin fyri børnini, sum vaksa upp á ruskplássinum og økinum beint uttanum. Fyri meg gevur tað nakað serligt at koma til Nakuru at hjálpa til. Nú er tað sum at koma heim, hvørja ferð eg komi til Kenja og eg elski bæði fólkið og landið, sigur Jóna. Susanne og Leif Madsen hava ábyrgdina av tilsamans 800 næmingum. Maria Syderbø Mikkelsen, sum lesir til sosialráðgeva og er í starvslæru hjá ABC Childrens Aid Kenya og íslendsku órunn Helgadóttir, er hugtikin av ungu Abby úr USA. Fyri fýra árum síðani kom Abby, sum tá var 14 ára gomul, til Kenja at vitja saman við øðrum úr USA. Síðani hevur hon stovnað ein sjálvbodnan felagsskap í USA, sum hevur fingið fólk har at stuðla skúlagongdini hjá nógvum børnum á skúlunum hjá órunn í Nairobi og Loitoktok. Nú ætlar Maria eisini at útvega fleiri stuðulsfamiljur í Føroyum. Betsy Gichuki er úr Kenja og hon hevur búð í Føroyum í 10 ár. Hon sigur, at hon roynir at læra børnini at hava virðing fyri familjuni og serliga at virða tey eldru fólkini, sum hava stórar lívsroyndir. Tað er ein partur av mentanini í Kenja. Flestu útlendsku ferðafólkini, ið koma til Kenja at vitja, fara eisini á safari at uppliva tey serligu djórini, sum tú vanliga bara sært í einum djóragarði. Her eru tey í sínum náttúrliga umhvørvi. Vit síggja millum annað krokudillur, áarross, leyvur, fílar, giraffar og mangt annað. Í einum fátækrabýlingi í Nairobi vitja vit Grace. Hon er ein av kvinnunum, sum eru við í einari skipan hjá Føroysku Barnahjálpini, at hjálpa fátækum konum at skapa sær egna vinnu. Serliga ein kona í Føroyum, Beinta undir Skarði á Sandi, hevur latið pengar til hesa skipan. Grace koyrir í bussi til Uganda at keypa klædnatilfar og kemur aftur til Nairobi at selja. Hetta hevur gjørt, at nú kára hon og familjan seg fíggjarliga. Hilda Viderø frá Føroysku Barnahjálpini sigur, at henda verkætlan hevur spreitt seg sum ringar í vatninum, tí fyribils eru átta konur við í hesi skipan. Vit tryggja okkum at tað eru tær røttu konurnar, ið koma í hesa skipan og at børnini eisini fáa ágóðan, sigur Hilda. Umboðsmaðurin hevur viðgjørt klagu um, at ein barnaverndartænasta hevði biðið um kontuavrit fyri at kanna nýtsluna á kontum hjá tveimum umsorganaryvirtiknum børnum. Einki sást í málinum um, at nakað serstakt var ásett viðvíkjandi myndugleikanum at ráða yvir pengunum hjá børnunum, skrivar heimasíðan hjá Løgtingsins umboðsmanni. Barnaverndartænasta fekk upplýsingar frá eini fyrrverandi fosturmammu, sum helt, at mamman at fyrrverandi forsturbarni hennara hevði brúkt av kontum hjá barninum. Barnaverndartænastan bað síðani bankar um kontuavrit av kontum hjá barninum og einum systkini, sum eisini var umsorganaryvirtikið, fyri at síggja nýtsluna á kontunum. Foreldur hava vanliga foreldramyndugleika yvir børnum sínum til børnini verða 18 ára gomul. Tað merkir, at tann, ið hevur foreldramyndugleikan, kann taka avgerðir um persónlig viðurskifti hjá barninum við atliti til barnið. Samstundis upplýsti barnarverndartænastan fyri bankunum, at børnin vóru umsorganaryvirtikin. Umboðsmaðurin metti, at mamman, sum hevði foreldramyndugleikan, hevði hendan myndugleikan. Umboðsmaðurin gav barnaverndartænastuni átalu fyri at biðja um kontuavritini og upplýsa fyri bankunum, at børnini vóru umsorganaryvirtikin, skrivar heimasíðan lum.fo. Føroyskir fimleikarar vóna, at altjóða dómararnir eisini kunnu slóða fyri, at fimleikararnir kunnu kappast undir Merkinum í altjóða kappingum. Sambært ferðavinnuálitinum, sum varð latið Uttanríkis og vinnumálaráðnum, eru 271 føroyskir bústaðir skrásettir á heimasíðuni AirBnB. Trupulleikin við minnum, sum hava ilt við at lata fyrrverandi unnustuna fáa frið, er líka viðkomandi í dag, sum hann var fyri 50 árum síðani. Nú skal aftur leitast eftir olju, men tað veldst um áhugan. Oljufeløgini halda, at loyvistreytirnar í uppskotinum, sum varð samtykt við aðru viðgerð í dag, eru alt ov strangar, sigur stjórin í FOIB, Jan Muller. Feløgini vilja millum annað hava lægri partafelagsskatt. Lógin um fjórða útbjóðingarumfar skal hava eina viðgerð aftrat í tinginum. Nú ber til at njóta ein kaffimunn ella eina kalda øl aftur við einum bita fá fet, haðani Sámal Joensen Mikines plagdi at standa og mála. Løgtingið samtykti seinnapartin í gjár at bjóða út øki, sum er stívliga 32.000 ferkilometrar til støddar, og sum liggur eystanfyri og í ein landsynning úr Føroyum. Fyrsta útbjóðingarumfar var fyri 16 árum síðani, í 2000. Higartil hevur ikki eydnast oljufeløgunum at finna kolvetni í rakstrarverdum nøgdum. Hinvegin er við vissu staðfest, at virkin kolvetnisskipan er á føroyskum øki. Í viðmerkingunum til lógaruppskotið verður víst á, at leitiarbeiðið í fjórða útbjóðingarumfari skal fáa greiðu á, er um og í sofall hvar tær rakstrarverdu nøgdirnar eru, soleiðis at tað kann farast undir veruliga framleiðslu á føroyskum øki. Uttan fíggjarorkuna og servitanina hjá oljufeløgunum fer ikki at bera til at svara hesum spurningi, staðfestir Uttanríkis og vinnumálaráðið, sum eigur lógaruppskotið. Fyri at gera tað meira áhugavert hjá oljufeløgunum at bjóða seg fram at leita eftir olju í føroysku undirgrundini, verður somuleiðis mælt til at geva landsstýrismanninum heimild at leingja leitiloyvini upp í fýra ár í senn. Eftir galdandi lóg ber bara til at leingja leitingarloyvi tvey ár í senn. Alt leitingarskeiðið kann tó í mesta lagi vera 16 ár. Eitt samt Løgting tók ígjár undir við lógaruppskotinum um fjórða útbjóðingarumfar. Mykinesfólk mugu bíða við at fáa ábøtur upp á atløguviðurskiftini í oynni. Meirilutin í Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum mælir frá at játta 2,5 milliónir krónur til at bøta upp á umstøðurnar við lendingina í Mykinesi. Tað er Jørgen Niclasen, tingmaður hjá Fólkaflokkinum, sum hevur skotið upp fyri Løgtinginum at játta pengar til at leingja bryggjukantin í Mykinesi og at gera rekkverk og kantstokk fram við keiini. Eisini skulu pengarnir brúkast til eina bakkaverju. Men meirilutin í Fíggjarnevndini umboðini hjá samgonguni mælir frá at samtykkja uppskotið. Tey siga, at landsstýrismaðurin hevur kunnað Fíggjarnevndina um, at Landsverk fer at kanna umstøðurnar í Mykinesi sum skjótast. Verður niðurstøðan, at tørvur er á at seta arbeiðið í gongd beinanvegin, so skal landsstýrismaðurin finna fígging til endamálið. Hetta skal hann gera við at endurskoða raðfestingarnar í játtanini fyri havnir. Minnilutin í Fíggjarnevndini umboðini hjá andstøðuni mælir til at samtykkja uppskotið. Tey siga, at ferðafólkatalið í Mykinesi er so nógv økt, at tað er átrokandi neyðugt at gera ábøtur á bæði atløguviðurskifti og bakkaverju. Tá landsstýrið ikki tekur trygdina hjá teimum, sum ferðast á Mykinesleiðini í álvara, má Løgtingið taka sær um reiggj, so umstøðurnar í Mykinesi verða dagførdar og gjørdar tryggar. Tað er ov seint, tá skaðin er hendur, sigur minnilutin í Fíggjarnevndini. Uppskotið um játtanina til Mykinesar verður viðgjørt í Løgtinginum í dag. Tingfundurin byrjar klokkan 11. Landsstýriskvinnan í mentamálum bað herfyri Miðnámsskúlan í Hovi um at kanna, um undirtøka var fyri at stovna eina búskaparbreyt. Nú eru umsóknirnar komnar inn. Grundarlag er fyri at stovna eina búskaparbreyt á skúlanum. Miðnámsskúlin í Suðuroy hevur í dag náttúrubreyt, hugbreyt og FHS yrkisnám. Og í heyst byrjar eisini búskaparbreyt á skúlanum. Tað hevur alstóran týdning, at vit halda fram at menna útbúgvingartilboð um alt landið. Samgongan hevur sett sær sum mál at styrkja fólkavøksturin og fáa eitt javnari kynsbýti. Ikki minst er hetta neyðugt í Suðroynni, har avbjóðingarnar eru størri enn í restini av landinum, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, í tíðindaskrivi. Konservativi flokkurin hjá Theresa May fer at fáa 47 prosent av atkvøðunum, meðan Labour fær 30 prosent, vísir ein nýggj meiningakanning. Liberali flokkurn fær undirtøku frá sjey prosentum og ES fíggindaliga sinnaði flokkurin, Ukip, fær fýra prosent. Ukip stendur til at hava stóra afturgongd, tí á valinum í 2015 fekk flokkurin 13 prosent av atkvøðunum. Tað var Ukip flokkurin, sum stóð á odda fyri tilgongdini, at fáa Bretland úr ES, Síðani fólkaatkvøðuna í fjørsummar, tá bretar valdu at fara úr ES, er flokkurin minkaður niður í einki. Kanningin vísir, at meir enn helvtin av veljarunum hjá Ukip nú fara at velja Konservativa flokkin. Tað verður tikið sum tekin um, at tey vilja hava sum frægast burturúr, nú Theresa May fer undir samráðingar við hini ES londini um Brexit. Eitt skriðulop var seinnapartin mánadagin umleið 500 metrar vestan fyri Friaren í Geirangerfjorden í Noregi, tætt við fossin, ið nevnist Tær sjey systrarnar. Beint tá vóru næmingar frá einum norskum háskúla á vitjan ikki so langt frá, har skriðan í Geirangerfjorden leyp. Tað eydnaðist einum vitjandi at fáa upptøku av skriðulopinum. Vit hoyrdu ein harðan smell, og sóu grót, sum rapaði. Tað var merkisvert, sigur Mathias Etnestad, ið sá skriðulopið í fjørðinum, við blaðið. Nógvar brattar fjallasíður eru í Geirangerfjørðinum í Noregi. Tí er tað ikki óvanligt, at skriðulop eru har á leiðini. Tað er kortini sjáldsamt, at tað eydnast fólki at fáa upptøkur av skriðulopunum. Sjálv er hon grafiskt listafólk, sum framleiðir telduspøl. Nadia hevur byrjað sína ferð í Norðurevropa, og sunnudagin 14. mai kl. 19.00 skipar hon fyri einum tiltaki í L tzenstrøð 4 í Havn. Ein kann fylgja henni á Facebook síðuni Nadia travels and draws . Norðurlendska barnadansistevnan Barnaleikur er, sum navnið sigur, eitt Norðurlendskt samstarv sum byrjaði í 1980 unum. Føroyar komu uppí samstarvi í 1990 unum. Rasmus Joensen, formaður í Slái Ring, sigur í samrøðuni, at fundur verður 20. mai, har ymiskir smálutir skulu fáast uppá pláss, og fáa fatur á seinastu sjálvbodnu fólkunum at hjálpa til á dansistevnuni. Fyri stuttum legði Kylie Jenner eina mynd út á Instagram í undirklæðum frá OW intimates. Kylie er ein av Kardashian systrunum, sum millum annað eru kendar frá sjónvarpsrøðini Keeping up with the Kardashians . Kylie er, sum hinar systrarnar, sera kend á sosialu miðlunum og hevur 93 milliónir fylgjarar á Instagram. Hagstovnurin í Grønlandi leggur nú trýst á landsstýrið um at almannakunngera eina frágreiðing um nýskipan av grønlendsku fiskivinnuni. Hetta er ein frágreiðing, sum staðfestir, at Grønland kann fáa útivið 400 milliónir krónur eyka um árið burtur úr fiskivinnuni, um ymiskar nýskipanir verða gjørdar. Men nýskipanirnar fara samstundis at hava við sær, at fleiri flakavirki kring landið mugu lata aftur. Avleiðingin av tí verður, at 430 arbeiðspláss hvørva. Tað er nevndin í Grønlands Statistik, sum hevur bílagt frágreiðingina frá granskarum á universitetinum í Keypmannahavn. Nevndin heitir nú í tíðindaskrivi á landsstýrið um at almannakunngera frágreiðingina. Í grønlendska landsstýrinum duga tey ikki at siga, hví frágreiðingin, sum granskarar á Københavns universitet hava gjørt, enn ikki er almannakunngjørd. Eitt av uppskotunum í frágreiðingini er at taka burtur landingarskylduna hjá rækjutrolarunum og at taka burtur markið millum fiskiskapin á landleiðini. Júst landingarskyldan heldur í dag lív í flakavirkjunum kring landið og útvegar arbeiðspláss í økjunum. Verður hon tikin burtur, kann hetta hava við sær, at yvir 400 arbeiðspláss hvørva. Tað sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, eftir atfinningar hjá leiðsluni í Magn um at SEV ikki klárar at fylgja við eftirspurninginum, og heldur ikki at røkka málinum um 100 prosent grøna orku í 2030. Nýggja frágreiðingin hjá Stroke Alliance for Europe SAFE sum verður nevnd Burden of Stroke verður løgd fram hósdagin 11. mai í ES tinginum. Men heilafelagiði hevur fingið loyvi at leggja fram nýggju granskingina mikudagin 10. mai, tí tá eru 20 ár síðan at føroyska heilafealgið varð sett á stovn. Maud Wang Hansen er forkvinna í felagnum. Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum er nú liðug at viðgera uppskot til samtyktar frá Miðflokkinum um at selja sín triðing í BankNordik og brúka pengarnar til at byggja bústaðir til fólk, sum ikki fáa fígging í føroyskum peningastovnum. Allir limirnir í Fíggjarnevndini, uttan umboðið hjá Miðflokkinum, mæla Løgtinginum frá at taka undir við uppskotinum. Fíggjarnevndarlimirnir halda ikki, at málið um at selja almenna triðingin av bankanum er búgvið at taka støðu til nú. Lagaligari treytir fyri lántøku kunnu, tá til stykkis kemur, fara at trýsta sethúsaprísirnar longur uppeftir. Tí kann uppskotið raka tey, sum ætlanin er at hjálpa, stendur í meirilutaálitinum hjá Fíggjarnevndini. Fer landið inn og bøtir um keypiorkuna hjá fólki, er ein møgulig avleiðing, at sethúsaprísirnir hækka enn meira, sigur meirilutin í Fíggjarnevndini, sum tí mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið hjá Miðflokkinum. Bill Justinussen, sum eigur uppskotið saman við Jana, vísir í sínum minnilutaáliti á, at almenni ognarluturin í BankNordik er nyttuleysur, burtursæð frá vinningsbýtinum, sum av og á fløvar í landskassanum. Bill Justinussen vísir á, at landsstýrið hevur lítla og onga ávirkan á bankan, og landsstýriskvinnan hevur ongan møguleika at ávirka bústaðarlánspolitikkin hjá bankanum. Hví skal føroyski skattaborgarin hava áhuga at eiga í eini privatari fyritøku, tá ávirkan og avgerðarrættur eru burtur, spyr Bill Justinussen. Miðflokkurin vísir á, at undir kreppuni fyrst í nítiárunum kostaðu bankarnir føroysku skattgjaldarunum okkurt um tvær milliardir, og nógvar familjur mistu hús og heim. Tí er tað bæði rætt og rættvíst at selja almenna triðingin av BankNordik og brúka pengarnar til at veita lagaliga fígging til bústaðir til teirra, sum í dag ikki eru vælkomin í bankan at biðja um lán, sigur Bill Justinussen í sínum minnilutaáliti. Kursurin á partabrævinum hjá BankNordik er í dag 114, og virði á bankanum er tí 1,15 milliard krónur. Landið eigur ein triðing, svarandi til smáar 400 milliónir krónur. Tað sigur Føroya Skipara og Navigatørfelag, sum í skrivi í dag ávarar ímóti nýskipanini hjá samgonguni. Felagið ávarar um, at tey sum fara at keypa fiskirættindi á uppboðssølu, fara at at leiga útlendsk skip. Hetta fer at hava við sær, at viðlíkahald og tænastur verða keyptar uttanlands, sigur Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara og Navigatørfelag. Ein 37 ára gamal maður varð fyri lítlari løtu síðani dømdur 30 dagar treytaleysa fongsulsrevsing fyri at royna at smugla hassj til landið mánadagin. Maðurin varð handtikin á flogvøllinum í Vágum seinnapartin í gjár. Sambært ákæruvaldinum hevði maðurin 181,4 gramm av hassji, sum hann hevði fjalt innvortis, uppi á sær. Maðurin kom við flogfari úr Danmark, og tað vóru tollmyndugleikarnir á flogvøllinum í Vágum, ið funnu hassjið. Maðurin játtaði seg sekan í smugling, men segði seg vera einsamallan um smuglingina. Í skúlaárinum 2011 12 vóru góðir 2400 haldarar og tvey ár seinni vóru 2500 haldarar. Men árið eftir lækkaði haldaratalið hjá Strok við 500 haldarum. Síðani hevur tað verið tógvið stríð at hava tað omanfyri 1700. Tað er serliga í størru skúlunum, at haldaratalið lækkar, men fleiri av teimum smærru skúlunum hava lutfalsliga nógv fleiri haldarar. Blaðið kom fyrstu ferð út á jólum 1928, og barnablaðið er komið út síðani, Tó varð ein steðgur 1931 til 1959, og blaðið er komið út síðani tá. Strok hevur gjøgnum tíðina skift skap, form og navn, men innihaldið hevur altíð verið hitt sama. Lesnaður til børn ung á føroyskum, sum tey halda er spennandi. Tað skal bera til at broyta mentanarhúsið SALT á Drelnesi, bæði tá talan er um ljóðið og innrættingina, so tað hóskar til ymisk endamál. Ólavur Rasmussen, nevndarformaður í SALT grunninum, sigur, at húsið verður tikið í brúk beinan vegin, men almenna móttøkan verður ikki fyrr enn í heyst. Norðurlandahúsið eigur ikki at hýsa fimtu ráðstevnuni um oljuleiting í Føroyum, sum verður um eina viku. Tað siga nakrir felagsskapir og einstaklingar í áheitan á Norðurlandahúsið og Norðurlendska ráðharraráðið. Orsøkin til áheitanina er tann, at olja elvir til veðurlagsbroytingar og upphiting. Fjórða oljuútbjóðingarumfarið er í andsøgn við Paris sáttmálan. Tað setir lívsgrundarlagið í Føroyum í váða við stuttskygdum løtuvinningi, sum hevur við sær óvissa framtíð við ógvisligum veðurlagi. Tað siga Ringrás, 350.org, Føroya náttúru og umhvørvisfelag, Unga Tjóðveldi, Lau Øfjord Blaxekjær, útbúgvingarleiðari á West Nordic Studies á Fróðskaparsetrinum og Jens Kjeld Jensen í brævi til Norðurlandahúsið og Norðurlendska ráðharraráðið. Paris sáttmálin, sum eisini Føroyar hava góðkent, hevur sum mál at fyribyrgja verstu avleiðingarnar av veðurlagsbroytingum við at avmarka alheimsupphitingina. Har stendur, at umhvørvis og náttúruvernd skulu uppraðfestast, og ferð skal av álvara setast á at leggja orkunýtsluna um, so Føroyar gerast sjálvveitandi við grønari orku. Fjórða úbjóðingarumfarið hjá Føroyum er eitt tað ógvisligasta brotið á Paris sáttmálan, sigur Unga Tjóðveldi, sum heitir staðiliga á Tjóðveldi og samgonguna um alt fyri eitt at steðga allar ætlanir um oljuleiting við Føroyar. Minnilutin í Trivnaðarnevndini hjá Løgtinginum, Miðflokkurin og Fólkaflokkurin, vil hava 22 fólk at vera í etiska ráðnum og ikki níggju, sum Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, mælir til í sínum lógaruppskoti. Mælt verður til, at øll landafrøðiligu høvuðsøkini í Føroyum eru umboðað í ráðnum. Fólkaflokkurin og Miðflokkurin mæla til, at landsstýriskvinnan í heilsumálum setir 18 fólk i ráðið eftir tilmæli frá Kommunufelagnum. Og fólk við átrunaðarligum innliti skulu eisini vera í etiska ráðnum. Minnilutin stúrir fyri, at uppskotið hjá landsstýriskvinnuni fer í óhepnasta føri, sum Jenis av Rana og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir siga, at geva samgonguni nógv tey flestu fólkini í ráðnum, tí landsstýriskvinnan skal velja sjey av níggju fólkum í ráðið. Uppskotna broytingin hjá minnilutanum í Trivnaðarnevndini fer at kosta 150.000 krónur um árið. Meirilutin í Trivnaðarnevndini, Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Sonja Jógvansdóttir, mælir til at samtykkja uppskotið hjá Sirið Stenberg. Djóni Nolsøe Joensen í Javnaðarflokkinum leggur afturat, at náttúra og umhvørvi eiga eisini at vera við í ráðnum nú beinanvegin. Onnur viðgerð er á dagsskránni fyri tingfundin í morgin. Partafelagið Gist og Vist hevði lakari úrslit í fjør. Tað vísir grannskoðaði ársroknskapurin fyri 2016. Partafelagið Gist og Vist rekur millum annað Hotel Føroyar, Hotel Tórshavn, Hotel Vágar og matstovur í Havn. Ársúrslitið fyri skatt varð góðar 1,7 milliónir krónur fyri skatt. Sostatt munandi verri enn árið fyri, tá úrslitið fyri skatt varð 6,5 milliónir krónur, skrivar felagið í tíðindaskrivi. Eginpeningurin hjá felagnum er 19,6 milliónir krónur. Laka úrslitið kemst í høvuðsheitum av, at talið av gistingum á gistingarhúsunum hjá partafelagnum í fjør var lægri enn í 2015. Harumframt hevur vánaligt veður á festivalum í fjør ávirkað úrslitið skeiva vegin. Men leiðslan í Gist og Vist metir, at útlitini fyri 2017 eru rímiliga góð. Gist og Vist eigur fýra gistingarhús og rekur 12 matstovur. Í 2016 rindaði Gist og Vist 48 milliónir krónur í lønum og gjørdi nýíløgur fyri 28,5 milliónir krónur, skrivar felagið í tíðindaskrivi. Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur sagt ovasta leiðaran fyri FBI, James Comey, úr starvi. Avgerðina tók forsetin eftir tilráðing frá løgmálaráðharranum, Jeff Sessions. Tað er avgerðandi, at vit nú finna ein leiðara fyri FBI, sum kann endurskapa álitið á FBI Donald Trump, amerikanskur forseti Uppsøgnin kemur bert fáa dagar eftir, at nú fyrrverandi FBI stjórin hevur vitnað um kanningararbeiðið um russiska uppíblanding í amerikanska valið og um møguligt samband millum Vladmir Putin og forsetavalstríðið hjá Donaldi Trump. Tað er avgerðandi, at vit nú finna ein leiðara fyri FBI, sum kann endurskapa almenna treystið og álitið á FBI um at halda lógina, skrivar Donald Trump í brævi til James Comey. FBI er ein hin mest virðismetti stovnurin, og í dag seta vit skjøtil undir nýggja byrjan hjá lógarinnar skartgripi, stendur í fráboðan til almenningin frá Donaldi Trump. James Comey hevur havt stóran leiklut í málinum um Hillary Clinton, sum hevur brúkt privatan servara til at senda teldupostar, tá hon var amerikanskur uttanríkisráðharri. Fleiri halda, at FBI og Comey høvdu sín part av skyldini, at Hillary Clinton tapti valið. Og tað hevur Hillary, so seint sum fyri viku síðani, sjálv sagt við fjølmiðlar. Í seinnu helvt av valstríðnum sendi James Comey nevniliga eitt bræv til Kongressina um, at FBI hevði funnið nýggjar upplýsingar í Clinton málinum. Hetta hendi, hóast siðvenjan hevur verið ikki at viðmerkja kanningararbeiðið beint undan einum vali. Hetta hendi eisini, hóast FBI tá ikki visti, hvussu týdningarmikið tilfarið var. Hillary Clinton varð tó ongantíð skuldsett, men nýggju tíðindini um kanningarnar vóru yvirskriftir fleiri ferðir undir valstríðnum. James Comey hevur fleiri ferðir verið frammi í sambandi við Clinton málið og í sambandi við møguliga russiska sambandi við Trump. FBI hevur annars, síðani J. Edgar Hoover, arbeitt hart fyri at halda seg uttan fyri politiska spælið. Reiner Binger, leiðari fyri FWS í Týsklandi, sum er partur av BOER Group, sum keypir endurnýtsluklæðir, hevur fingið samband við Reyða Kross í Føroyum, gjørgnum Reyða Kross í Íslandi, sum hann hevur samstarva við í fleiri ár. Her er ein stuttur samandráttur av tí sum Reiner Binger segði Hetta er altso ein tekstil fyritøka í Týsklandi, sum samstarvar við nógvar hjálparfelagsskapir í Týsklandi og ymsa staðni í Evropa. Tey endurnýggja brúkt klæðir og selja tey. Sambært teimum brúka umleið 17 av fólkunum í heiminum second hand klæðir, og tískil er hetta ein fyritøka við vinningi, sum væl kann lata pening fyri at fáa brúkt klæðir. Aftaná oljuídnaðin er klædnaídnaðurin tann mest dálkandi ídnaðurin í heiminum. Sera nógv klæðir verða brúkt og tveitt burtur og framleiðslan av klæðum, serliga bumull, er sera stór so tey vilja fegin endurnýta, samstundis sum, at tey stuðla Reyða Krossi. Tey bjóða sostatt Reyða Krossi Føroya 350 evrur per tons, og tað eru slakar 2600 krónur per tons, og Reyði Krossur hevur fleiri enn 600 tons at lata um árið, so tað verður til eina yvirskotsvinnu hjá Reyða Krossi at skilja og senda hesi klæðini til Týsklands. Fyritøkan fer eisini at geva Reyða Krossi nýggjar bingjur til Føroya, sum fara at vera tøkar kring alt landið. Talan verður um ein lítlan handil, sum fer at hava avmarkaðar upplatingartíðir hósdag, fríggjadag og leygardag, og vøruúrvalið verður lagað eftir eftirspurninginum. Frá 1993 til 2015 hevði Rúsdrekkasølan seks sølubúðir. Í mai 2015 læt tann sjeynda upp við Norðskála, og nú ein sølubúð kemur aftrat í Vestmanna, verða tær til samans átta. Privatar fyritøkur kunnu bjóða uppá vindmyllulundirnar, sum landsstýrið fer at bjóða út í næstum, og sostatt sleppa inn á elveitingarmarknaðin. Tað er svarið frá SEV, nú orkufelagið Magn ivast í um SEV einsamælt megnar uppgávuna at gera Føroyar til eitt grønt samfelag í 2030. Í 2010 gjørdi Suni Merkistein sjónvarpssendrøðina Minnist tú enn sum lýsti, hvussu rútmiski tónleikurin birtist í Føroyum miðskeiðis í fimmtiárunum. Konsertin við heitinum Minnist tú enn hjá Tórshavnar Big Band tekur støði í sendingini hjá Suna Merkistein, og saman við sangarunum Sámali Ravnsfjall, Kristinu Skoubo Bærendsen, Guðrun Sólju Jacobsen, Signar í Homrum og Carlsen systrunum, spælir orkestrið fleiri av kendu føroysku perlunum, ið eru vorðnar fólkaogn. Langt síðani, sambært Fólkaheilsuráðnum. Tí vit føroyingar eru eydnusamasta fólk í heiminum, er niðurstøðan í nýggjari fólkaheilsukanning , sigur Fólkaheilsuráðið. Lívsnøgdsemi føroyinga er væl hægri enn í grannalondum okkara, sum annars eru eydnusamastu londini, staðfestir ráðið í nýggju kanningini, ráðið hevur gjørt. Vit eru væl nøgd við lívið og hugsa ja ligt um framtíðina. Og vit meta sjálvi, vit hava góða heilsu, og vit luttaka gleðiliga í øllum samfelagsviðurskiftum, sambært kanningini. Kanningin er við til at geva okkum í Fólkaheilsuráðnum eina heildarmynd av nøgdseminum í føroyska samfelagnum, sigur Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum. Í kanningini, sum er gjørd eftir altjóða leisti, varð spurt, hvussu vælnøgdir føroyingar eru við býli inntøku arbeiði sosialt lív útbúgving umhvørvi samfelagsluttøku heilsu lívsnøgdsemi tryggleika javnvág millum arbeiði og frítíð Hóast miðaltølini hjá føroyingum eru so høg, at vit kunnu kalla okkum heimsins eydnusamasta fólk sambært Fólkaheilsuráðnum, er miðaltalið hjá føroyingum kortini undir miðal innan útbúgving og heilsu. Endamálið við netsavninum er, at varðveita heimasíður sum kunnu fara at hava áhuga í framtíðini. Sámal Tróndur F. Johansen, leiðari á Landsbókasavninum og Sigvør Henriksen, bókavørður, vitjaðu mogunsendingina. Løgreglan vil nú frætta frá fólki, sum hava sæð, hoyrt ella vita okkurt, ið kann hava samband við eitt álvarsligt harðsskapsmál í Havn síðsta vikuskifti. Tað var stutt eftir midnátt fríggjakvøldið, at ein maður varð álopin á horninum Íslandsvegur Landavegur, í brekkuni oman fyri Vesturkirkjuna í Havn. Tveir menn eru varðhaldsfongslaðir í fýra vikur í málinum, men enn er nakað eftir á mál hjá løgregluni. Tí verður nú sóknast eftir vitnum til hendingina. Løgreglan hevur funnið øksina, sum varð brúkt til álopið, men løgreglan vil fegin frætta frá vitnum, ið kunnu hjálpa løgregluni at uppklára harðskapsmálið. Á álitinum hjá Fíggjarnevndini um lógaruppskotið hjá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, um at loyva Húsalánsgrunninum at læna 250 milliónir krónur í Føroyum til Bústaðir at byggja fyri endurtekur Jacob Vestergaard, at Bústaðir hava skeiklað allan bústaðarmarknaðin í Føroyum. Privatar verkætlanir mugu kappast við almenna bústaðarfelagið, sum hevur landskassan í rygginum, og harafturat fær bílig grundstykki frá kommununum, sigur Jacob Vestergaard. Í staðin fyri at økja virksemið við lántøku, kundu Bústaðir kapitaliserað gomlu útlánini, sum framvegis eru í Bústøðum, sigur Jacob Vestergaard. Hann heldur, at Bústaðir eiga at halda seg til upprunaligu ætlanina um at byggja til millum annað fólk við serligum tørvi fyri pengarnar, sum vóru í Húsalánsgrunninum. Tað er andsøgn, at samgongan vil raðfesta grønar orkukeldur, samstundis sum hon vil hava oljufeløg at bora eftir olju við Føroyar. At fáa sín stuttfilm við í Geytan er stórt, men tá tú eisini telist millum yngstu leikstjórarar í kappingini, er tað nakað heilt serstakt. Maria Tórgarð er 20 ára gomul og hevur longu fitt av royndum innan filmsvinnuna. 1.503 partafeløg og smápartafeløg í Føroyum rindaðu onga løn í fjør. Tað sæst í yvirliti, sum Løgtingið hevur fingið frá Almannamálaráðnum í sambandi við eitt tingmál um at tekna trygging í dagpengaskipanini. 249 feløg rindaðu bara einum fólki løn í fjør. Sambært yvirlitinum vóru í fjør 133 partafeløg og 106 smápartafeløg, sum høvdu 31 ella fleiri fólk á lønarlistanum. Okkurt um 2.850 partafeløg og smápartafeløg vóru í Føroyum í fjør. Yvirlitið er gjørt fyri Trivnaðarnevndina hjá Løgtinginum, nú fólk, sum stovna partafelag og eru stjórar í felagnum, fara at kunna tekna sjálvbodna trygging hjá dagpeningaskipanini, so tey fáa pengar haðani, um tey gerast sjúk. Trivnaðarnevndin kannaði, um ikki bar til at lata lógarbroytingina fevna víðari, so eisini stjórar, sum hava starvsfólk, kunnu tryggja seg. Sambært Almannamálaráðnum, hevði tað kostað skipanini í mesta lagi 1,2 milliónir krónur netto, um stjórar, sum hava eitt ella tvey starvsfólk aftur at sær, eisini kunnu tryggja seg og fáa dagpengar. Bústaðir høvdu yvirskot í fjør, hóast tað ikki var stórt, 222.000 krónur. Men úrslitið er kortini 4,4 milliónir krónur størri enn í 2015, tá Bústaðir høvdu 4,2 milliónir krónur í halli. Í fjør gjørdist úrslitið betri, tí Bústaðir høvdu størri inntøkur av virðisbrøvum og leigu. Inntøkurnar vóru 2,2 milliónir størri í fjør enn í 2015. Bústaðir eru í ferð við at leggja um virksemið frá at vera ein útlánsstovnur til at verða eitt bústaðafelag, sum skal útvega, umsita og reka leigubústaðir um alt landið. Útlánini minkaðu góðar 30 milliónir í fjør. Bústaðir brúktu góðar 43 milliónir krónur til grundøki og bygningar í 2016. Í løtuni umsitur Bústaðir 181 leigumál. 95 bústaðir eru í gerð, og 200 aðrir eru ávegis. Ungfólk í Danmark, ið eru liðug við útbúgvingar, hava lagaligar treytir. Um tey ikki fáa arbeiði beinanvegin eftir loknan lesnað fáa tey dagpening frá fyrsta degi, tey eru arbeiðsleys eftir lesnaðin. Tað er ein marglætistrupulleiki, sigur David Hofman. Hann er leiðari í einum arbeiðsbólki hjá Altjóða gjaldoyragrunninum, IMF, sum hevur vitjað í Danmark síðstu dagarnar, skrivar Politiken . Í Danmark hava fólk rætt til dagpening frá tí degnum, tey eru liðug við útbúgvingina. Tað er óvanligt og eisini gávumildni, sigur hann sambært danska blaðnum. Dagpeningurin hjá nýútbúnum í Danmark skal minka. Samstundis eiga danir eisini at umhugsa ymiskar broytingar í stuðulsskipanini til lesandi í Danmark, heldur David Hofman. Tað tykist, sum lesandi fáa studning eftir at útbúgvingarnar eru loknar. Reglurnar skulu herðast, so tað verður skjótari at fáa tey ungu út á arbeiðsmarknaðin, sigur hann sambært Ritzau. Tað er longu nú trupult at fáa fólk til byggi og tænastuvinnuna. Trupulleikin kann eisini raka aðrar vinnugreinar um einki verður gjørt, halda búskaparfrøðingarnir hjá Altjóða gjaldoyragrunninum, IMF. Tað er eitt vónbrot, at løgtingið fyrrapartin samtykti at loyva oljufeløgum aftur at bjóða seg fram at bora eftir olju við Føroyar. Tað heldur Ingmar Valdemarson á Løgmansbø, stigtakari til umhvørvisfelagsskapin Ringrás, sum ikki ætlar at lata avgerðina fara framvið borðið uttan stríð. William Heinesen var ikki bara skald og rithøvundur, hann skrivaði eisini tónleik, spældi uppá klaver, eins og hann var ein sera fjøltáttaður myndlistamaður. Og nú tað fríggjadagin lat upp ein stór framsýning við verkum eftir William Heinesen á Listasavni Føroya, hava vit hitt Maluna Marnersdóttir, professara, og Nils Ohrt, stjóra á Listasavni Føroya. Framsýningin er framhald av bókini, sum Bárður Jákupsson hevur skrivað, og sum Sprotin legði úr hondum í fjør. Og vit leita eisini aftur á ummæli, sum Kinna Poulsen tá gjørdi um bókina. Vit vóru eisini á gátt í Steinprenti, har vit fingu orðið á listarmannin Anker Mortensen, ið hevði fernisering fríggjadagin. Jógvan Hansen, sum eitt nú var sangari í klaksvíksbólkinum Aria, eins og hann hevur luttikið í bæði X Factor og Eurovision kappingini í Íslandi, lat í fjør upp spælistaðið Grøna Herbergið í Reykjavík. Elin í Stórustovu hevur vitjað Jógvan í Grøna Herberginum. Maritimi mentanararvurin fær eisini innivist, tá vit hitta fyrrverandi formannin í Føroyagrunninum, Leif Abrahamsen, sum tók stig til at varðveita línuskipið Helenu, og sum í samrøðuni vísir á fleiri spennandi møguleikar, sum eitt nú eisini kunnu tæna ferðavinnuni. Skráin 18.07.2017 Føroyar Kili 20.07.2017 Suðurkorea Føroyar 21.07.2017 Norra Føroyar 23.07.2017 Føroyar Týskland 24.07.2017 Føroyar Ungarn Aftur í ár hópa dungar av lógaruppskotum seg upp, nú tingfólk skuldu í summarfrí í morgin. Hvat ger tað við góðskuna á lógarsmiðinum, at alt skal vera í evstu løtu, og hví er tingsetan eisini so stutt Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum hevur útsett nýggju alilógina til næstu tingsetu. Vit hava hugt í upprit, lógaruppskot og ráðgevarafrágreiðing, sum landsstyrið arbeiðir við. Brexit fer at rangvenda spælireglunum í stríðnum um havsins tilfeingið, ja, sjálvt ICEC og NEAFC verða noydd at umskipa seg. Tað heldur Óli Samró, búskaparfrøðingur. Luttakarar Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður Beinta Isaksen, fyrsti løgtingsskrivari Elsebeth M. Gunnleygsdóttir, løgtingskvinna Sonja Jógvansdóttir, løgtingskvinna Óli Samró, búskaparfrøðingur Aksel V. Johannesen, løgmaður Av Skipanesi til Æðuvíkar eitur spurnarkappingin, sum fevnur um sama øki. Riggað verður til annað umfar av kappingini, sum verður í morgin 11. mai, í Løkshøll í Runavík. Umfarmt spurnarkappingina verður eisini tónleikur og listaframsýning. Andreas Weidinger, formaður í danska ungmannafelagnum vitjar í hesum døgum føroyska systurfelagið Huxa Fólkafloksungdómur. Saman fara feløgini at koma við sínum boðum uppá hvat tað at vera konservativur í 2017 er, í Perluni í Havn klokkan 20, hóskvøldið 11.mai. Tey fara at kjakast um evni sum, hvønn leiklut oyggjar og oyggjabókmentir hava í samtíðarbókmentum, sambandið við havið, oyggjar sum undandtaksstøð og mangt annað. Ráðstevnan fer millum annað at umfata fyrilestrar, pallborðskjak og rundferðir í Havn. Íslendski Sjón og Jamaica Kincaid úr Antigua greiða frá. Hvussu skulu vit bera okkum at í ferðsluni, tá vit síggja neyðsendaraakfør við nógvari ferð koma aftaná okkum, ella vit møta einum neyðsendaraakfari. Tað hendir alt ov ofta, at bilførarar ikki gáa eftir sjúkrabilum, og øðrum neyðsendaraakførum. og hetta kann føra til at ambulansufólkini kunnu koma ov seint á ólukkustaðið. Ragnar Jacobsen, ambulansuførari hevur týtt danskan tekst til føroyskt og lagt hann á sosialu miðlarnar, har hann heitir á fólk um at koyra bil, tá tey koyra bil. Í gjár hevði Galaxy ringan túr suður. Tá skipið var ávegis norð aftur, var so ringt veður, at tað mátti venda aftur inn á Tvøroyri. Hóskvøldið 26 4 skipaði bindifestivalurin í Fuglafirði fyri orðaskifti um handverkarafakið. Útvarpið tók orðaskiftið upp, og tað ber til at hoyra tað her. Við pallborðið sita Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, Karolina Matras, sálarfrøðingur, Bjartur Larsen, sjálvstøðugur vinnurekandi grótlaðari, Tórfinn Nón, byggifrøðingur, Guðrið Poulsen, leirlistakvinna, Magni á Lakjuni, útbúgvingarstjóri fyri lærlingaøkið á Glasi og Hanna Jensen, studentaskúlalærari. Solby Christiansdóttir er orðstýrari. Vit hoyra ævintýrið Gullgásin. Ævintýrið er í bókini Einaferð var tað, sum Jakob Jakobsen savnaði saman. Arnbjørn Ó. Dalsgarð endursegði. Páll Danielsen lesur og Høgn Fagraberg gjørdi ljóðmyndina. Heimsins oljufeløg fáa nú aftur møguleikan at bjóða seg til at leita eftir olju undir Føroyum. Í sendingini spyrja vit, hví tað er áhugavert at leita eftir olju undir Føroyum Hvat er funnið Og hvat siga nýggju tulkingarnar av seismikkinum, um føroysku undirgrundina Heri Ziska, jarðfrøðingur á Jarfeingi, er gestur í sendingini. Vit umrøða Effo deildina og í dag er Tróndur Arge gestur. Tróndur undrast yvir allar javnleikinar higartil í ár og so verður eisini hugleitt um U 17 landsliðið hjá dreingjum ið júst hevur luttikið í, fyri Føroyar, einum EM endaspælið. Fyrst vildi andstøðan aftur nú hava málið um at flyta myndugleikan úr Danmark til Føroya í Trivnaðarnevndina. Men tað fall, tí úrslitið varð 15 15. Síðani varð atkvøtt um sjálva yvirtøkuna. 16 atkvøddu fyri og tvey ímóti. Hon varð tí samtykt. Hini 15 tingfólkini vóru ikki í tingsalinum. Tá síðani skuldi atkvøðast um myndugleikan, sum skal flytast úr Danmark til Føroya, bar ikki til Teir fýra formenninir í andstøðuflokkunum hava sent formannskapinum bræv, har teir heita á tingformannin um at bíða við 3. viðgerð til niðurstøðan um kæruna viðvíkjandi sama máli, sum liggur í landsstýrismálanevndini, er endalig. Uppskotið um at frítaka elbilar fyri MVG fevnir ikki um hybridbilar, sum bæði nýta el og bensin. Tað finst minnilutin í fíggjarnevndini at. Teir skriva í álitinum um lógaruppskotið, at nýtslan av brennievni hevði minka við eini helvt, um allir føroyingar skiftu til blendingsbil, og tí kunnu ætlanirnar um gera Føroyar meira grønar røkkast munandi skjótari, um lógaruppskotið eisini fevndi um blandingsbilar. Fjórða útbjóðingarumfar noyðist ikki at verða tað seinasta, men lítið sannlíkt er tað, at áhugin verður stórur at leita eftir olju undir Føroyum, um tað ikki eydnast hesaferð. Uttan so at oljuprísurin veksur nógv í framtíðini. Føroyingar hava droymt um olju síðan bretar funnu stórar mongdir av olju í hetlendskum sjógvi í 60 árunum. Niðanfyri er ein skjót gjøgnumgongd av føroyskari oljusøgu. Poul Schluter, forsætisráðharri, og Atli Dam, løgmaður, skriva undir avtalu, sum letur Føroyum ræði á undirgrundini. Oljudreymurin byrjar av álvara. Í 11 vikur hava næmingar úr 5.flokki vant fótbólt tvær ferðir um vikuna. Tímarnir verða brúktir frá øðrum lærugreinum, og koma sostatt afturat teimum báðum ítróttatímunum, føroyskir fólkaskúlanæmingar hava um vikuna. Vit eru eisini við til venjing hjá 5. flokkunum á Skúlatrøð og á gátt hjá Mentamálaráðnum, sum varðar av bæði ítrótti og fólkaskúlanum. Luttakarar í Sparta hesaferð Magni Mohr, Unnur Fonn, Olaus Jespersen og næmingar í 5. a og b á Skúlatrøð. Vit skimast nærri at, hvønn týdning og leiklut kristna trúgvin hevur í lívinum hjá einstaklingum. Í hesum føri greiða Mirjam Kambsskarð og Aksel Berg frá teirra upplivingum av hesum. Í somu løtu, lógin er samtykt, fer biskupur at geva sóknarprestunum tænastuboð, sum hava við sær, at prestarnir hava ikki loyvi at signa hinskynd, ið eru gift borgarliga. Prestafelagið hevur ikki umrøtt málið enn, men í januar boðaði prestafelagið løgtingsins mentanarnevnd frá, at felagið vil, at signingin heldur fram óbroytt. Tað sigur Sonja Jógvansdóttir, løgtingskvinna, um avgerðina hjá Jógvani Fríðrikssyni, biskupi, at hinskynd, sum eru vígd borgarliga, skulu ikki fáa møguleika at verða signað í kirkjuni, verður hjúnabandslógin broytt. Tá tingfundurin var settur aftur, bar ikki til, tí framvegis var ikki nóg mikið av fólki í tingsalinum, og tingformaðurin hevur nú boðað frá, at atkvøðurgreiðslan er útsett til tingfundin, sum verður mánadagin. Spælifilmurin Dreymurin við havið eftir Sakaris Stórá verður frumsýndur í heyst. Men í kvøld vísa vit brot úr filminum, eins og tosað verður við leikstjóran og teir báðar høvuðsleikararnar. Hvørja ábyrgd hevur politiska skipanin av, at tað verður framleidd list í samfelagnum Og hvørjir karmar eru virðiligir og tryggir, at arbeiða undir sum listafólk, tá ið tú hevur list sum yrki Landsstýriskvinnan í mentamálum Rigmor Dam sigur sína hugsan um hesar spurningarnar. Arnold Vegghamar fór herfyri um tey 80. Grindin vitjaði listamannin norðuri á Viðareiði. Upptøkur og klipt Bjarni Árting Rubeksen. Lagt til rættis Ivan Hentze Niclasen. Bæði republikanarar og demokratar í amerikanska umboðsmannatinginum fara at síggja til, at kanningin, um Russland legði seg beinleiðis út í forsetavalið í fjør, verður sett í verk, og at hon ikki verður órógvað. Tað siga Mike Conaway, sum eru republikanskur leiðari í umboðsmannatinginum, og demokratiski leiðarin, Adam Schiff, í einari felags útsøgn, skrivar Reuters. Varaløgmálaráðharrin, Rod Rosenstein, segði fyrr í vikuni, at hann kundi ikki verja handfaringina hjá Comey av málinum um teldupostarnar hjá demokratiska forsetavalevninum, Hillary Clinton. Og so fekk Comey durafjórðingin. Tey, sum hava funnist at, at FBI stjórin varð koyrdur, hava sagt, at veruliga orsøkin er, at hann stóð á odda fyri at kanna, hvussu sambandið var millum tey, sum skipaðu fyri valstríðnum hjá Trump, og Russland. Men tað vísir Trump aftur. Gjørdi Russland okkurt illgrunavert, hevði eg fegin viljað vitað tað, segði Trump í gjárkvøldið. Hann segði, at einki samband var millum tey, sum fyrireikaðu valstríðið hjá sær, og Russland. Tá freistin, at senda inn myndir til framsýningina, Eitt ár í Føroyum, var úti fyri tveimum vikum síðani, hevði Norðurlandahúsið fingið 632 myndir sendandi, skrivar Norðurlandahúsið á heimasíðuni. Uppskotið, við Einum ári í Føroyum, var, at fáa føroyingar at avmynda gerandisdagin í eitt ár, fyri síðani at savna allar myndirnar saman á summarframsýningini, sum verður frá 7. juni til 20. august. Tað var stutt fyri flaggdagin í fjør, at Norðurlandahúsið kunngjørdi ætlanina, og heitti á allar føroyingar um at taka myndir og senda tær inn, so felagssøgan hjá føroyingum frá flaggdegnum 2016 2017 kundi forteljast. 89 myndatakarar hava tikið tær til samans 632 myndirnar, sum eru komnar inn til dokumentarprosjektið. Hvørt myndafólk slapp í mesta lagi at senda 10 ymiskar gerandismyndir inn til verkætlanina. Stjórnin í USA fer mest sannlíkt at banna ferðafólki á flogferðum úr Evropa til USA at taka farteldur við í ferðafólkarúmið í framtíðini, skriva amerikanskir fjølmiðlar. Orsøkin til bannið er, at núverandi trygdarmannagongdir til handviðførið ikki eru góðar nokk til at fanga spreingievni, sum til dømis kann fjalast í farteldum í handviðførinum. Myndugleikarnir í USA stúra fyri, at Islamskur statur og aðrir yvirgangsfelagsskapir hava gjørt nýggj spreingievni, sum kunnu fjalast í stórum, elektroniskum lutum. Tað er ógvuliga trupult at síggja, um ein ein fastur og tættur lutur er eitt battarí ella plastiskt spreingievni, sigur Peter Goelz, fyrrverandi stjóri í National Transport Safety Board, sambært Reuters. Landamørkini í Evropa eru ikki nóg tøtt. Tí er lítið uppá seg hjá møguligum yvirgangsmonnum at ferðast tvørtur um landamørkini, og á tann hátt sleppa sær víðari til USA. siga amerikonsk embætisfólk. Embætis og trygdarfólk hjá amerikonsku stjórnini hittu í gjár, hósdagin, umboð fyri flogvinnuna fyri at umrøða møguligu yvirgangshóttanina. Enn er ikki greitt um og nær bannið verður sett í gildi. Skal meira ferð koma á byggingina hjá Bústøðum, at gera fleiri leigubústaðir, mugu í høvuðsheitum tríggjar fortreytir broytast. Tað sigur bústaðafelagið í ársfrágreiðingini fyri 2016, ið júst er komin. Ein orsøk til, at neyðugt er at seta ferðina á byggingini niður, er tøki peningurin hjá Bústøðum, sum ikki røkkur longur. Neyðugt er tí við nýggjari lógarheimild til at fíggja virksemið í framtíðini. Harumframt hevur tað verið truplari enn væntað, at fáa byggiloyvi til ymisku verkætlanirnar. Trupulleikar við byggisamtyktum, hoyringum og byggiloyvum hava eisini seinkað ella forðað byggingini. Í triðja lagi hevur tað eisini verið trupult hjá Bústøðum at fáa fatur á neyðugu arbeiðsmegini, sum eisini er dýrkað nógv, tí nógv ferð sum heild er á byggivinnuni í Føroyum í løtuni. Til samans 1.442 fólk standa í løtuni á bíðilista hjá Bústøðum, men hinvegin verða bara 95 nýggjar íbúðir klárar at flyta inn í í 2017. 181 fólk leiga í løtuni bústað frá Bústøðum sambært ársfrágreiðingini. Benjamin Rasmussen hevur tikið myndina, sum er á forsíðuni á Time Magazine, sum er heimsins størsta vikublað og hevur 26 milliónir lesarar. Á forsíðuni sæst amerikanski forsetin, Donald Trump, ganga eftir gongini í Hvítu Húsunum móti lyftuni, sum skal flyta hann frá skrivstovuni til hæddina, har hann býr. Myndin á forsíðuni er tilvísing til eina frásøgn við myndum longur inni í blaðnum. Frásøgnin er eitt úrslit av, at blaðfólkini og føroyski myndamaðurin er sloppin nakað so sjáldsamt sum at fylgja amerikanska forsetanum síðstu tímarnar í arbeiðsdegnum. Greinin heldur fram niðanfyri. Tað er sera sjáldsamt at fáa atgongd til tann partin av Hvítu Húsunum, har forsetin býr. Tá Obama ráddi fyri borgum, slapp eingin inn har. Ikki so frægt sum hansara egnu starvsfólk sluppu at síggja bústaðin, fyrr enn Obama helt eina veitslu at hátíðarhalda, at heilsurøktarnýskipanin varð samtykt, sigur Benjamin Rasmussen, ið starvast sum fríyrkismyndamaður. Hann hevur lisið myndlist og journalistik á John Brown University í Arkansas í USA og tikið yvirbygnaðin í foto journalistikki á Filipsoyggjunum. Benjamin Rasmussen hevur búð í Føroyum í styttri tíðarskeiðum, og í næstum kemur hann til Føroya at taka lýsingarmyndir fyri føroyska fyritøku. Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, hevur kært Henrik Old, landsstýrismann í samferðslumálum, til landsstýrismálanevndina fyri at hava brotið lógina um fast samband um Vestmannasund. Jørgen Niclasen sigur, at sambært lógini um fast samband um Vestmannasund, skal Vágatunnilin latast landinum til ognar, tá útveganarkostnaðurin er fult afturgoldin. Hann sigur, at treytirnar í lógini eru loknar, og at tunnilin tí átti at verið avhendur landinum. Jørgen Niclasen vísir á, at á aðalfundi í partafelagnum Vágatunlinum 14. apríl í 2015, varð samtykt, at felagið skuldi lata landinum tunnilin 10. desember í 2016. Jørgen Niclasen var landsstýrismaður í tunnilsmálum, tá aðalfundur var í Vágatunlinum í 2015. Men á aðalfundinum árið eftir gav Henrik Old, sum tá varð vorðin landsstýrismaður í samferðslumálum, boð um, at Vágatunnilin skuldi ikki latast landinum í 2016. Á hesum aðalfundinum varð boðað frá, at sambært lógini er tunnilin ikki afturgoldin, fyrr enn øll íløgan ella útveganarkostnaðurin er afturgoldin. Nevndin tók boðini til eftirtektar. Jørgen Niclasen sigur, at treytin um, at partafelagið Vágatunnilin skal standa sum eigari av tunlinum er lokin, og at hann fleiri við sær eisini hava ta fatan, at tunnilin er fult afturgoldin. Við ikki at taka stig til at yvirtaka tunnilin, hevur landsstýrismaðurin í samferðslumálum brotið lógina um fast samband um Vestmannasund, sigur Jørgen Niclasen. Hann sigur eisini í kæruni til landsstýrismálanevndina, at Henrik Old tilvitað hevur brotið lógina um fast samband um Vestmannasund, tí hann hevur givið nevndini í Vágatunlinum boð um at seta aðalfundarsamtyktina hjá felagnum í 2015 úr gildi. Danski flokkurin, Enhedslisten, skjýtur upp, at tað almenna setur 27.000 fólk í størv tey næstu fýra árini. Tað ger flokkurin á landsfundinum, sum er í dag. Tað er mett at kosta danska statinum 10 milliardir krónur. Peningin ætlar flokkurin at fáa inn við at økja um toppskattin og við at seta í verk ognarskatt aftur. Vit skjóta upp at taka peningin frá teimum vælbjargaðu. Tað eru tey, sum hava fingið mest tey síðstu árini, sigur Pernille Skipper, framsøgnarkvinna hjá flokkinum. Enhedslisten gongur sostatt eina heilt aðra leið enn flokkarnir í stjórnini, sum í heyst væntandi fara at royna at lækka markið fyri, nær fólk skulu gjalda toppskatt. Í løtuni er markið fyri, nær fólk í Danmark skulu gjalda toppskatt, sett til 479.000 krónur um árið. Tað svarar til eina mánaðarløn uppá 39.900 krónur. Tær 10 milliardirnar kundu millum annað verið brúktar uppá minni fólkaskúlaflokkar og betri arbeiðsumstøður til fólk, sum starvast innan sjúkrahúsverkið í Danmark, sigur flokkurin. Kjak um politikarar, sum bæði røkja størv í landspolitikki og í kommunustýrum, hevur nú eisini tikið seg upp í Grønlandi, skrivar grønlendska blaðið, Sermitsiaq , á netinum. Ein av royndastu politikarunum hjá Demokratunum, Poul Hansen, tekur seg nú úr politikki, tí nógvir politikarar í Grønlandi røkja sessir í bæði Landstinginum og í kommunustýrum. Poul Hansen tekur seg úr flokkinum tí tríggir av fýra av teimum valdu hjá flokkinum í Landstinginum annaðhvørt eisini røkja eitt borgarstjórastarv í Grønlandi ella sita í Fólkatinginum. Forkvinnan hjá Demokratunum, Randi Vestergaard Evaldsen, er ikki samd í sjónarmiðinum hjá roynda politikaranum, sum nú hevur tikið seg úr flokkinum. Veljararnir vistu longu, tá teir fóru á kommunuval, at vit eisini sita í Landstinginum. Vit halda ikki, dupultsessir er ein trupulleiki, um fólk klára tað, sigur forkvinnan hjá Demokratunum. Teldusníkar hava í dag gjørt seg inn á KT skipanir hjá fleiri sjúkrahúsum í Bretlandi. Tað vátta heilsumyndugleikarnir í landinum fyri enska blaðnum, The Guardian . Fleiri sjúkrahús í Bretlandi vórðu eftir øllum at døma rakt samstundis. Sjúkrahúsini hava útsett allar avtalur og viðgerðir, sum ikki hava skund, har tað ikki stendur um lív. Greinin heldur fram niðanfyri. Neyðugt hevur verið at sløkkja allar KT skipanir á sjúkrahúsum í Bretlandi fyri at verja ímóti álopunum frá teldusníkunum, so álopið ikki elvir til meira skaða enn neyðugt. Álopið hjá teldusníkunum ávirkar ikki bara avtalur og viðgerðir á sjúkrahúsunum. Í løtuni kunnu sjúkrahúsini heldur ikki brúka telefonirnar, sum eru tengdar í netið, skrivar blaðið. Tað ER ein andsøgn, at Tjóðveldi bæði sigur seg vilja stríðast fyri einum grønari samfelagi og samstundis loyvir oljufeløgum at bora eftir olju við Føroyar. Tað sigur Bjørt Samuelsen, tingkvinna og framsøgukvinna hjá Tjóðveldi í orkumálum og limur í vinnunevndini, sum einmælt mælti løgtinginum til at samtykkja fjórða útbjóðingarumfar fyri oljuleiting. Pressutalsmaðurin hjá forsetanum, John Spicer avsannaði í gjár søgur í amerikanskum miðlum um, at forsetin bað um trúfesti ella loyalitet frá FBI stjóranum undir einum døgurða teirra millum í januar. Amerikanski forsetin hevur verið fyri hvøssum atfinningum, síðani hann týsdagin koyrdi FBI stjóran frá, samstundis sum FBI er mitt í rannsóknum um, hvussu tætt sambandið var millum Trump leguna og Russland undir forsetavalstríðnum. Eisini hevur tað, at forsetin er so virkin á sosiala miðlinum Twitter, oyst bensin á bálið. Trump hevur millum annað skrivað, at frákoyrdi FBI ovastin sanniliga má vóna, at ongar upptøkur eru av samrøðuni teirra millum. Á dagliga tíðindafundinum í gjár noktaði pressutalsmaðurin hjá Donald Trump at svara, um forsetin hevur loyniupptøkur frá Hvítu húsunum. Útsagnirnar hjá forsetanum elvdu beinanvegin til samanberingar við fyrrverandi forsetan Richard Nixon, sum tók samrøður upp í Hvítu húsunum, og sum skundaðu undir, at hann noyddist at leggja frá sær undir Watergate gøluni. Í brævinum skriva John Conyers and Elijah Cumming Tað er eitt brotsverk at ræða ella hótta møgulig vitni við tí fyri eyga at ávirka, seinka ella forða fyri teirra almenna vitnisburði , skrivar BBC Nærum 100 lond vórðu álopin í einum áltjóða telduálopi í gjár. Stovnar og fyritøkur, sum eru raktar, eru biðin um at gjalda millum 300 og 600 dollarar fyri at sleppa fram at sínum teldum aftur, og loysigjaldið skal vera í sokallaðum bitcoin, sum er eitt talgilt gjaldoyra, sum kann nýtast uttan um bankaskipanina. Sambært KT trygdarfyritøkuni AVAST eru meira enn 75.000 teldur raktar í 99 ymiskum londum. Tær flestu teldurnar eru í Ruslandi, Taiwan og Ukraina, men eisini lond sum Danmark, Noreg og Svøríki hava boðað frá, at tey eru rakt. Harðast rakt er bretska heilsuskipanin, og fleiri sjúkrahús í Bretlandi hava stórar trupulleikar við kt skipanum eftir álopið, og tað hevði við sær ruðuleika á sjúkrahúsum í gjár. Eitt nú høvdu tey ikki atgongd til upplýsingar um sjúklingar, skrivar BBC. Forritið, sum er nýtt til álopið, verður hildið at vera sokallaða Wannacry , sum sigst vera stolið frá amerikansku fregnartænastuni, NSA, og tað kann nýtast til trygdarhol í skipanum frá Microsoft. Mánadagin 15. mai verður ein frílendisætlan fyri Boðanes og Hoydalar handað Anniku Olsen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu og Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í innlendismálum. Tað er ein bólkur við umboðum frá Umhvørvisstovuni, Tórshavnar Kommunu og Søvnum Landsins, sum fer at handa ætlanina. Og um viðrar, verður handanin niðri við Boðanesgjógv. Viðrar ikki, verður handanin í staðin á Gróðurstøðini í Hoydølum. Staðið við Boðanesgjógv, har handanin ætlandi skal verða, er á toftini, har lýsismeltaríið hjá Ludda Kristjani var. William Heinesen gjørdi húsini kend í søguni um Don Juan fra Tranhuset , sigur arbeiðsbólkurin. Henrietta Nielsen, Anna Mikkjalsdóttir og Durita F. Jensen vunnu allar dystirnar 4 1 móti Íslandi, 4 1 móti Grønlandi og 4 1 móti Grønlandi 2. Hini liðini fingu javnt stigatal, tey vunnu ein dyst hvør 3 2, taptu ein dyst hvør 2 3, og øll taptu við somu dystarstigum móti Føroyum. Í liðkappingini hjá monnum restar eitt umfar í, og kappingin heldur fram í dag við tvímansleiki hjá kvinnum, blandaðum tvímansleiki og einmansleiki hjá kvinnum. Somuleiðis fara menninir at avgreiða tvímansleikin. Chelsea eru á sættu ferð meistarar í enskum fótbólti. Teir vunnu meistaraheitið í gjárskvøldið við einum eitt null sigri á West Bromwich. Meginparturin av dystinum var uttan mál, men í 82. minutti skoraði eyka áleyparin, Michy Batshuayi vinnandi málið fyri liðið úr London. Chelsea hevur tryggjað sær meistaraheitið í Premier League, hóast liðið hevur tveir dystir eftir at spæla. Seinast Chelsea var enskur meistari var í 2015 Ein kvinna er sera ørkymlað inná, at alt skal avmyndast í dag. Eitt nú, at fólk taka myndir og video, meðan tey eru til arbeiðis. Ein sjómaður vil hava frið, tá hann er heima, og ikki verða tráspurdur um, nær hann skal avstað aftur, og hví hann er so sólbrendur, tá hann kemur aftur frá túri. Og so er tað ein maður, sum biður um ráð. Daman hevur givið honum tveir mánaðir til at finna útav, um hann vil hava barn við henni ella ikki. Er svarið nei, so er liðugt Løgtingsfólk, sum fyrradagin skuldu verið farið í summarfrí, sleppa ongan veg enn. Skráin er enn pinnpakkað, 18 mál standa á skrá mánadagin, umframt at framløga av nýggjum málum eisini stendur á skrá enn. Millum annað verður enn bíðað eftir fiskivinnunýskipanaruppskotinum hjá landsstýrinum og uppskotinum frá Sambandsflokkinum um tað sama. Harumframt koma eini fýra onnur mál aftur at úr landsstýrinum. Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður roknar við at kalla løgtingið saman aftur miðskeiðis ella síðst í juni mánað at avgreiða aðru og triðju viðgerðirnar, sum tá resta í. Almannaverkið fer mánadagin at seg saman við Kriminalforsorgini, løgregluni og Bústøðum at finna eina loysn uppá, hvussu bústaðir til sálarliga veik ung skulu skipast. Tað sigur Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum, eftir at tað er komið fram, at harðskapsmálið seinasta vikuskifti, har ein maður varð álopin við øks og goggara, byrjaði í einum vardum bústaði hjá Almannaverkinum. Maðurin bløddi illa, tá hann varð funnin, og tveir mans sita nú í varðhaldi, skuldsettir fyri drápsroynd. Í vikuskiftis Sosialinum stendur, at hendingin var úrslit av, at fleiri vóru komin til ilnar í einum balli í einum vardum bústaði hjá Almannaverkinum. Holið, sum teldusníkar hava nýtt til stóra telduálopið, er nú tipt, og gott hugskot er at dagføra Microsoft skipanirnar mánamorgun. Tað sigur Michael Thomsen, KT stjóri á Føroya Tele. Stóra altjóða telduálopið tykist kortini ikki hava rakt Føroyar, og tað kann hava verið frídagurin í gjár, dýri biðjudagur, sum hevur fyribyrgt tí. Tað er nevniliga ikki allastaðni, at hesin dagurin er frídagur. Michael Thomsen mælir fólki til at brúka vanligt vit og skil, tá teldubrøv verða latin upp, og heimasíður verða vitjaðar. Skulu privatir elframleiðarar sleppa at selja elorku beinleiðis til kundan, mugu netið og framleiðslan hjá SEV skiljast sundur. Men tað tykist ikki vera politisk semja um tað, sigur Sirið Stenberg. landsstýriskvinna í innlendismálum. Føroyska elframleiðslan er 60 grøn, men okkum tørvar avtakarar og tí fer nakað av grønari orku til spillis, sigur Sirið Stenberg. Hon sigur seg vilja gera tad meiri eggjandi hjá fólki at leggja um til grønar hitaskipanir. Í morgin klokkan hálvum tvey fer løgtingið aftur at royna at avgreiða lógina um at flyta myndugleikan viðvíkjandi húsfólkarætti, persónsrætti og arvarætti úr Danmark til Føroya, tí løgtingið samtykti hósdagin at yvirtaka málsøkini. Tí ikki bar til at atkvøða. Andstøðan fór úr tingsalinum og samgongan megnaði ikki at manna liðið til týdningarmiklu atkvøðugreiðsluna. Ov fá vóru í tingsalinum til at atkvøðast kundi. Landsstýrið stendur at hava heimild til at gera altjóða avtalur. Tann heimildin er hjá donsku stjórnini. Og tað vistu tey væl í Heilsu og innlendismálaráðnum, tá tey gjørdu lógarupskotið. Tí tað stendur í viðmerkingunum um lógaruppskotið, at landsstýrið hevur ikki heimild at gera altjóða avtalur, tí uttanríkismál eru framvegis felagsøki. Neyðugt verður tí at koma aftur í løgtingið við rætta tekstinum. Stundir eru til tess, tí yvirtakast skal ikki fyrr enn á ólavsøku næsta ár. Men andstøðan vil hava rættingina gjørda nú, meðan uppskotið er í tinginum, og vildi tí hava uppskotið aftur í nevnd. Men tað vil samgongan ikki. Hin orsøkin til støðuna hjá andstøðuni er grein 14, annað stykki í hjúnabandslógini, um signingina í kirkjuni, tá fólk eru borgaraliga gift. Hjúnabandslógin er við í yvirtøkuni. Men fólk í andstøðuni vísa á, at løgmaður hevur longu fyrisitingarliga yvirtikið grein 14, annað stykki. Hann er kærdur til Landsstýrismálanevndina fyri tað. Nevndin er ikki liðug við málið enn. Tað ber ikki at yvirtaka fyrisitingarliga, sum løgmaður gjørdi, tá hann gav landsstýriskvinnuni í mentamálum boð um at broyta grein 14, annað stykki, í hjúnabandslógini, tí tað, sambært løgmanni, varð yvirtikið saman við kirkjuni í 2006. Bæði samgongan og andstøðan í løgtinginum eru samd við Jógvan á Lakjuni, sum vil, at føroyskir trúboðarar uttanlands eiga at varðveita øll síni rættindi í Føroyum. Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður, vil hava løgtingið at fáa landsstýrið at gera lógaruppskot, sum skal tryggja, at føroyingar, sum eru uttanlands í trúboðanarvirki ella í øðrum hjálpargóðum og manngóðum arbeiði, varðveita øll síni vanligu rættindi í Føroyum. Tvær ferðir hevur Sjálvstýrisflokkinum havt uppskot um at broyta lógina um fólkayvirlit, so millum annað trúboðarar uttanlands ikki verða skrásettir at vera fluttir av landinum. Jarðfeingi er ferð við at loysa størstu avbjóðingina í føroysku oljuleitingini, nú fjórða útbjóðingarumfar byrjar í næstu viku. Niels Christian Nolsøe er stjóri á Jarðfeingi Orsøkin er sambært tryggingarfelagnum, at tú hevur givið leigaranum atgongd til tín bústað, og tí er talan um tað, sum tryggingarfeløgini kalla vanligur stuldur úr ólæstum húsum, og tá tekur tryggingin ikki við. Trygd ávarar tó ikki fólk móti at leiga bústaðin á Airbnb. Trygd mælir fólki til antin at goyma virðismiklar lutir, ella gera skrivligar avtalur við leigarar og krevja depositum frá teimum. Tað siga umboðini hjá samgonguni í Vinnunevndini í álitinum um uppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, um loyvi at skjóta grágás í trý ár afturat. Tey taka undir við uppskotinum, men við teirri treyt, at nú byrja alt fyri eitt kanningarnar og teljingarnar, sum løgtingið í 2014 samtykti at gera, men sum ongantíð eru gjørdar. Tað ljóðar norðurlendsk, men tað er størri enn so. Tí ætlanin er næstu árini at byggja eitt mentanarnetverk kalla North Cultitude, sum gongur jørðina runt eftir 62. og 63. breiddarstigi. Sviin Andreas Br nnlund er verkætlanarleiðari. Vit spurdu hann, hvat Føroyar og Norðurlond hava til felags mentanarliga við USA, Kanada og Russland Klaksvíkingar fingu øll stigini við sær úr Trongisvági, har teir vunnu oddabrakið móti TB FCS Royn. Tað var fyrrverandi TB arin Albert Adu, sum tryggjaði KÍ sigurin stutt fyri leiklok, tá ið hann skoraði sigursmálið til 1 2. EB Streymur stóð fyri mest óvæntaða úrslitinum, tá ið teir vunnu 1 0 á HB við Margáir. Einsamalla málið kom beint fyri hálvleik, tá ið Tóki á Lofti stútaði bóltin í netið. NSÍ greiddi sína skyldu væl og virðiliga, tá ið teir vunnu 4 0 á heimavølli móti 07 Vestur. Klæmint Olsen skeyt tvey mál í fyrra hálvleiki, og málini hjá Jens Joensen og Petur Knudsen til 3 0 og 4 0 gjørdu enda á dystinum longu eftir 60 minuttir. Hóast Víkingur var greiður favorittur í Fløtugerði, fingu teir bert eitt stig við sær til hús. Grannauppgerðin millum ÍF og Víking endaði við 1 1 javnleiki, og á Skála samdust Skála og B36 eisini um javnleik, tann dysturin endaði 2 2. Vit hoyra bókina Oliver Twist, sum Charles Dickens skrivaði. Hetta er ein styttri útgáva, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags og Nám góvu út í 2012. Lena Jacobsen týddi til føroyskt. Dánjal Tavsen gjørdi ljóðmyndina. Páll Danielsen lesur. Vit hoyra bókina Oliver Twist, sum Charles Dickens skrivaði. Hetta er ein styttri útgáva, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags og Nám góvu út í 2012. Lena Jacobsen týddi til føroyskt. Dánjal Tavsen gjørdi ljóðmyndina. Páll Danielsen lesur. Vit hoyra bókina Oliver Twist, sum Charles Dickens skrivaði. Hetta er ein styttri útgáva, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags og Nám góvu út í 2012. Lena Jacobsen týddi til føroyskt. Dánjal Tavsen gjørdi ljóðmyndina. Páll Danielsen lesur. Vit hoyra bókina Oliver Twist, sum Charles Dickens skrivaði. Hetta er ein styttri útgáva, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags og Nám góvu út í 2012. Lena Jacobsen týddi til føroyskt. Dánjal Tavsen gjørdi ljóðmyndina. Páll Danielsen lesur. Vit hoyra bókina Oliver Twist, sum Charles Dickens skrivaði. Hetta er ein styttri útgáva, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags og Nám góvu út í 2012. Lena Jacobsen týddi til føroyskt. Dánjal Tavsen gjørdi ljóðmyndina. Páll Danielsen lesur. Vit hoyra bókina Oliver Twist, sum Charles Dickens skrivaði. Hetta er ein styttri útgáva, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags og Nám góvu út í 2012. Lena Jacobsen týddi til føroyskt. Dánjal Tavsen gjørdi ljóðmyndina. Páll Danielsen lesur. Tað hevur ljóðað í tinginum, at samgongan kemur við sjey uppskotum afturat, millum annað er ein eykajáttanarlóg á veg. Sambandsflokkurin hevur boðað frá, at hann kemur við einari fiskivinnunýskipan. Ætlanin er, at tá øll málini hava fingið fyrstu viðgerð, fer tingið heim og verður so kallað saman aftur um ein mánað. Tingnevndir kunnu hava mál í ein mánað. Robottroyndarskjótingin hjá Norðurkorea um vikuskiftið var ein framskygd roynd av einum nýggjum slagi av robotti, skrivar almenna norðurkoreiska tíðindastovan, KCNA. Robotturin skal kunna bera stór kjarnorkuspreingihøvd. Sambært tíðindastovuni eydnaðist royndarskjótingin av Hwasong 12 robottslagnum, væl, og norðurkoreiski leiðarin, Kim Jong Un, var til staðar, tá rakettin varð skotin út. Royndaskjótingin varð gjørd fyri at staðfesta, um rakettin var før fyri at bera nýggju og framkomnu tøknina, sum er ment til rakettina, og sum er før fyri at bera stór og tung kjarnorkuspreingihøvd, skrivar KCNA. Provokerar USA Norðurkorea, sleppur landið ikki undan størstu vanlukku í søguni, segði Kim Jong Un sambært KCNA. Hann ávaraði USA um, at norðari parturin av USA kann røkkast í álopi. Norðurkorea hevur fyrr sagt, at landið hevur ment langtberandi rakettir, sum hava kjarnorkuspreingihøvd og sum klára at raka USA. Sambært amerikanska herinum er talan helst ikki um slíka rakett, sum nú er royndarskotin. Norðurkorea hevur síðani 2016 fleiri ferðir skotið út robottar. Í fjør framdi Norðurkorea tvær kjarnorkuroyndarspreinginar. Amerikanski forsetin, Donald Trump, vil hava herd tiltøk sett í verk móti Norðurkorea eftir royndarskjótingina. Amerikanska fíggjarmálaráðið hevur fyrr sagt, at neyðugt er at forða Norðurkorea í at hava ráð at keypa kjarnorkuvápn og robottskipanir, við til dømis tiltøkum. Vit fara at tak burtur øll amboð, sum vit ráða yvir, fyri at steðga ólógliga virkseminum og fíggingini av yvirgangi, sigur ein talsmaður fyri Hvítu Húsini. Hoyrnin tolir at hoyra harðan tónleik í umleið ein hálvan tíma, sigur Jutta Helgadóttir, audiologistur í Hoyrnini. Er ein til eina konsert ella líknandi, sum varðar fleiri tímar, er skilagott at hava okkurt slag av oyrnavernd, so hoyrnin ikki fær skaða. Nýggja greinin um CTD varð fyri stuttum kunngjørd í altjóða tíðarritinum Journal of Inherited Metabolic Disease Reports . Greinin snýr seg um nýfødd vid CTD og lýsir eisini yvirlitskanningina ella screeningina av nýføddum. Nýfødd vid CTD vóru eins væl fyri, tá tey vórðu fødd, sum børn, sum ikki hava CTD, staðfesti kanningin. Eingin munur var heldur á vekt og longd. Tískil tykist CTD ikki at ávirka nýfødd. Staðfest er eisini, at best er bert at nýta frítt Karnitin til yvirlitskanning av nýføddum. Tað tykist eisini vera fyrimunur at taka blóðroynd 4 9 dagar eftir føðing, í staðin fyri 2 3 dagar eftir føðing, sum verður gjørt við núverandi PKU kanning. Tað er Jan Rasmussen, lækni á Landssjúkrahúsinum og Ríkissjúkrahúsinum, sum hevur skrivað greinina. Viðhøvundarnir eru frá Ríkissjúkrahúsinum, Statens Serum Institut og Deildini fyri Arbeiðs og Almannaheilsu. Vinnan skal gjalda, men hon fær onga ávirkan í nýggja Fiskivinnugrunninum. Andstøðumenninir í Vinnunevndini mæla Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið hjá Høgna Hoydal um Fiskivinnugrunn. Teir siga, at grunnurin skal fíggjast við at áleggja fiskivinnuni tilfeingisgjald, og so vónar landsstýrið, at vinnan sjálv kemur við enn meira peningi. Men vinnan skal als onga ávirkan hava, tí landsstýrismaðurin skal velja allar fimm limirnar í stýrið hjá grunninum. Vinnan skal bara gjalda, siga Jørgen Niclasen, Bjørn Kalsø, Jákup Mikkelsen og Jógvan Skorheim. Fiskivinnugrunnurin skal fíggja menning, nýskapan, gransking, royndir og verkætlanir í fiskivinnuni. Sambært lógaruppskotinum skulu seks milliónir krónur flytast úr landskassanum í ár í nýggja grunnin. Ætlanin er so, at vinnan í minsta lagi letur grunninum líka nógv sum landskassin. Andstøðumenninir vísa eisini á viðmerkingarnar frá Løgmansskrivstovuni. Løgmansskrivstovan heldur tað vera undranarvert, at Fiskimálaráðið við hesum lógaruppskotinum ætlar at gera nýggjan grunn, tí ætlanin er at sleppa sær av við landskassagrunnar. Samgongufólkini í Vinnunevndini mæla tinginum til at samtykkja uppskotið. Seinnapartin í dag kemur íslendski forsetin til Føroya á almenna vitjan. Í morgin klokkan 10 fer íslendski forsetin at halda almennan fyrilestur á Søgu og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum við heitinum Stríðið um fiskigrunnarnar. Ymiskir vegir til felags mál. Guðni Jóhannesson er søgufrøðingur og hevur serliga granskað nýggjaru søgu Íslands. Hann hevur millum annað skrivað um toskakríggini, fíggjarkreppuna 2008 2011 og um íslendska forsetaembætið. Hann hevur lisið á fleiri lærdum háskúlum í Onglandi og á Háskóla Íslands. Hann vardi í 2003 ph.d. heiti á Queen Mary University of London. Hann hevur starvast á Háskúla Íslands, Bifr st University og University of London. Fyrilesturin verður hildin í sambandi við almennu vitjanina hjá íslendsku forsetahjúnunum, Guðni Jóhannesson og Elizu Jean Reid, sum byrjar í dag og varðar til fríggjdagin 19. mai. Skipið ber navnið MS Spitsbergen og kemur at liggja á Eiði frá morgunstundini til seint á kvøldi. MS Spitsbergen er bygt í 2009 og umbygt í 2016. Í dag klokkan 13 30 verður ein frílendisætlan fyri Boðanes og Hoydalar handað Anniku Olsen, borgarstjóra í Havn, og Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í innlendismálum. Tað er ein arbeiðsbólkur við umboðum frá Umhvørvisstovuni, Tórshavnar kommunu og Søvnum landsins, sum fer at handa lendisætlanina. Staðið við Boðanesgjógv, har handanin verður, er har toftin av lýsismeltarínum hjá Ludda Kristjani er. William Heinesen gjørdi húsið víðgitið í søguni um Don Juan fra Tranhuset, skrivar arbeiðsbólkurin í skrivi til miðlarnar. Skal ósemjan millum Tórshavnar kommunu og Mentamálaráðið um kærumyndugleikan í starvsfólkamálum sambært dagstovnalógini loysast má hon í rættin. Innlendismálaráðið hevur hótt við at geva øllum býráðslimunum í Havn 300 krónur um dagin í bót frá í dag at rokna. Dagbótin verður givin, tí kommunan vil ikki geva Mentamálaráðnum skjølini í tveimum uppsagnarmálum. Kommunufelagið hevur áður víst á, at málið kann bara loysast antin við at broyta dagstovnalógina ella við at fara í rættin við tí. Frá Mentamálaráðnum hava Tórshavnar kommuna og Kommunufelagið fingið greitt at vita, at Mentamálaráðið ætlar ikki at broyta dagstovnalógina. Niðurstøðan er tí, sigur advokaturin, at skal tulkingarósemjan loysast, er neyðugt at leggja málið fyri dómsvaldið. Tórshavnar kommuna er tí, saman við Kommunufelagnum, í løtuni í ferð við at fyrireika rættarmál. Mentamálaráðið verður kravt at viðurkenna, at Tórshavnar kommuna ikki er ein undirskipaður myndugleiki hjá Mentamálaráðnum í starvsfólkamálum, skilt á tann hátt, at kærumyndugleikin sambært dagstovnalógini ikki fevnir um setanarrættarligar spurningar og fakrættarligar reglur. Kommunufelagið er við, tí tað vil hesa tulkingarósemju endaliga avgreidda, so kommunurnar greitt vita, hvussu reglurnar eru skipaðar fyri tær sum arbeiðsgevarar. Advokaturin sigur í brævinum til Innlendismálaráðið, at tað er bæði óheppið og óhóskandi, at Kommunala eftirlitið ætlar at geva øllum 13 býráðslimum í Havn dagbøtur, nú málið fer í rættin. Víst verður til ein dóm, har eftirlitismyndugleikin gav eina freist upp á seks vikur at lata inn stevning, og boðaði samstundis frá, at eitt rættarmál hevði steðgandi virknað fyri álagdar dagbøtur til ein endalig avgerð var tikin í rættarmálinum. Vísandi til hesa siðvenju, verður heitt á Heilsu og Innlendismálaráðið at geva Tórshavnar kommunu eina freist upp á seks vikur at lata inn stevning móti Mentamálaráðnum og Heilsu og Innlendismálaráðnum við kravi um, at ráðini viðurkenna tulkingina hjá kommununi og Kommunufelagnum. Samstundis skal ráðið viðurkenna, at eitt rættarmál hevur steðgandi virknað viðvíkjandi dagbótum til dómsvaldið hevur tikið endaliga avgerð. Turid Arge, aðalstjóri í Innlendismálaráðnum, sigur, at har viðgera tey nú brævið frá Tórshavnar kommunu og Kommunufelagnum, og, um tey skulu bíða við dagbótunum til dómsvaldið hevur talað. Í minsta lagi 300 teldur í Danmark eru raktar higartil, og nýggjar útgávur av skaðiliga forritinum WannaCry síggjast eisini, skrivar dr.dk Michael Thomsen, KT stjóri í Føroya Tele, segði leygardagin við útvarpið, at ein orsøk til, at Danmark og Føroyar ikki vórðu so hart rakt fríggjadagin var, at fólk høvdu frí dýra biðidag. Leygardagin vóru eini 100 teldur í Danmark smittaðar og tað broyttist ikki nógv sunnudagin. Ikki fyrr enn í dag, tá fólk koma til arbeiðis spjaðist virusin aftur. Michal Thomsen hevur ikki hoyrt um nakað álop í Føroyum í dag, men tað er heldur ikki vist, at fólk boðað frá tí, um tey vera rakt, sigur hann. Endamálið hjá teimum, sum hava framt telduálopið, er at leggja trýst á fólk um at gjalda millum 300 og 600 dollarar í talgilda gjaldoyranum Bitcoin, sum kann nýtast uttanum bankaskipanina. Nýggi ríkisumboðsmaðurin skal taka við starvinum 1. august. Á skrivstovuni hjá ríkisumboðnum starvast 12 fólk, av teimum eru fýra løgfrøðingar. Í lýsingini verður nevnt, at føroyskir myndugleikar ætla at yvirtaka persóns og familjurættarøkið. Tá tað er gjørt, verða starvsfólk flutt av ríkisumboðnum til føroyska myndugleikan. Umsøkjarar skulu hava kunnleika til samspælið millum politisku og umsitingarligu skipanina og kunnleika til føroysk viðurskifti og føroyska málið, stendur í lýsingini. Lønin er í løtuni er góðar 56.500 krónur um mánaðin. Er tann, sum settur verður, tænastumaður frammanundan, heldur viðkomandi fram sum tænastumaður. Tá verður eisini latið eitt serligt lønarískoyti, sum er góðar 38.200 krónur um árið. Freistin, at søkja starvið sum ríkisumboðsmaður í Føroyum, er 2. juni. Gøtur skulu gerast í økinum, ein grasvøllur skal gerast á fløtuni í Hoydølum, sum er 8.000 fermetrar, plantast skal nógvastaðni og fleiri pláss skulu gerast í økinum til ymisk endamál. Talan er um eina ætlan, sum bæði landið og Tórshavnar kommuna skulu hava ábyrgdina av, og ein arbeiðsbólkur legði í dag ætlanina fram. Prísurin fyri at gera økið til frílendisøki verður mettur til slakar 13 milliónir krónur. Prísurin kann gerast væl hægri, alt eftir hvat myndugleikarnir velja at gera við gamla grótbrotið á Boðanesi. Skal tað fyllast upp, so verður mælt til at fáa grótið til vega úr Eysturoyartunlinum, sum nú er í gerð. Men verður valt at leggja tak á grótbrotið og nýta tað til annað endamál, sum onkuntíð er mælt til, so verður talan um nógv størri upphædd, meir enn 10 milliónir krónur aftrat. Tað er løgmaður, sum er vertur fyri vitjanini. Tá Guðni Thorlacius Jóhannesson hevði tikið í hondina á løgmanni, løgmansstjóranum og hinum, vitjaðu teir millum annað Musikskúlan í Sørvági. Í morgin heldur íslendski forsetin almennan fyrilestur á Fróðskaparsetrinum. Fyrilesturin eitur Stríðið um fiskigrunnarnar ymiskir vegir til felags mál. Gøtur skulu gerast, økið skal ruddast, ein grasvøllur skal gerast á fløtuni í Hoydølum og fleiri øki skulu plantast til ymisk endamál. Umhvørvisstovan, Tórshavnar kommuna og Søvn Landsins manna arbeiðsbólkin, ið hevur gjørt Frílendisætlanina. Jacob Vestergaard, sum tá var landsstýrismaður, setti gongd á arbeiði í 2006. Arbeiðsbólkurin varð stovnaður í 2009. Mentamálaráðið hevur biðið Løgtingið um 113,5 milliónir krónur afturat til Glasir. Størri parturin, 87 milliónir, skal brúkast í sambandi við gerðarrættarmálið millum Landsverk og Sp f TG Verk og tryggingarfelagið AXA. Vinnur Landsverk tað málið, eiga flestu pengarnir at koma aftur í landskassan. Men Landsverk noyðist at leggja pengarnar út nú, tí annars steðgar byggingin. TG Verk krevur afturímóti 72,3 milliónir krónur frá Landsverki. Gerðarrættarmálið, sum byrjaði í apríl í fjør, verður neyvan liðugt fyrr enn í 2019, ella sum tað stendur í viðmerkingum hjá Landsverki, eftir 2018. 26,5 milliónir krónur skulu brúkast til flagtekju og undirvísingaramboð til tekniska skúla í Glasi. Samanumtikið verður Løgtingið biðið um 113,5 milliónir afturat til Glasir, so samlaði kostnaðurin kemur upp í 636,5 milliónir krónur. Mentanarnevndin hjá Løgtinginum kom í gjár við áliti um at broyta grein 14, annað stykki, í hjúnabandslógini, so kirkjan sjálv avger, um hon vil signa borgaraliga vígd samkynd. Meirilutin í nevndini, umboðini hjá samgonguni, tekur undir við broytingini. Tey siga, at kirkjan framhaldandi sjálv kann avgera, hvørji borgarliga gift, hon vil signa. Lógarbroytingin gevur hvørki boð ella forboð, men virðir kirkjunnar sjálvræði at skipa egnu innaru viðurskifti síni, sigur meirilutin í Mentanarnevndini. Sambært uppskotinum hjá Mentamálaráðnum kann kirkjan signa tey, sum hon hevur ritual til at signa. Fólkakirkjan hevur einki ritual til at signa borgaraliga vígd samkynd. Bjørn Kalsø í Sambandsflokkinum mælir frá at samtykkja uppskotið, og Jógvan á Lakjuni í Fólkaflokkinum mælir staðiliga frá at samtykkja tað. Tað sigur Microsoft, sum leggur aftrat, at landsins leiðslur hava goymt data alt ov ótrygt, og tí hava teldusníkar fingið atgongd til upplýsingarnar. Fjóðra útbjóðingarumfar varð samtykt mikudagin. Tað merkir, at nú kunnu oljufeløg bjóða seg fram at bora eftir olju í føroyska landgrunninum. Tað er tvíbýtt hvørja meining fólk hava um tað. Nøkur fegnast og gleða seg, meðan onnur syrgja og halda, at tað er ov skaðiligt fyri umhvørvið. Havrannsóknarskipið verður dýrari enn mett. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur skotið upp fyri tinginum at hækka upphæddina í verklagslógini um havrannsóknarskipið upp í 286 milliónir krónur. Av tí at freistin at leggja uppskot fram langt síðani er farin, var neyðugt við í minsta lagi 17 undirskriftum fyri at leggja uppskotið fram nú, og tær undirskriftirnar fekk landsstýrismaðurin. Í verklagslógini um havrannsóknarskip standa 215 milliónir krónur at byggja fyri. Arbeiðið varð boðið út í fjør, og tvey av tilboðunum vóru hægri, enn verklagslógin heimilaði. Tá tilboðini vórðu kannað, varð staðfest, at dýraru tilboðini lúka krøvini í spesifikasjónum, men lægsta boðið leyk ikki treytirnar. Gjørt av at samráðast við skipasmiðjuna MEST, sum hevði næstlægsta tilboðið. Hesar samráðingar kunnu nú gerast lidnar, og sáttmáli gerast. Tilboðið frá MEST var góðar 264 milliónir krónur, men landsstýrið vil hava ymiska eykaútgerð í skipið, millum annað akustiska útgerð til botnkanningar fyri 11 milliónir. Lagt verður eisini upp fyri óvæntaðum útreiðslum fyri tríggjar milliónir. Tí verður samlaða upphæddin fyri havrannsóknarskipið 286 milliónir krónur. Verkætlanin kann fremjast við at halda langtíðar íløgukarmin og at játta tær 71 milliónirnar, sum verkætlanin dýrkar, í 2020, stendur í viðmerkingunum til uppskotið. Verður ein partur av fíggingini flutt fram til í ár og 2017, verða færri rentuútreiðslur. Fleiri hava sent brøv og onnur tekstasløg inn, og vísa áhuga fyri síðuni Rekapostur . Ein og hvør kann senda inn, og møguleiki er eisini at vera dulnevndur um ein vil tað, sigur Helena Lamhauge Mortensen. Fólkaheilsuráðið mælir fólki til at eta saman. Rákið nú er, at fólk eta minni saman við familjuni til eitt nú morgunmat, døgverða og náttarða. Men meira saman við øðrum fólki, eitt nú vinum og starvsfelagum til einkultar máltíðir. Sosial samvera við døgurðaborðið er kanska ikki nakað vit dagliga hugsa um, men leggja merki til, tá vit steðga á og hugsa um tað. Fólkaheilsuráðið skipar í vikuskiftinum fyri átakinum Etið Saman , ið varpar ljós á mat og samveru. Snorri Patursson, kostfrøðingur og samskipari hjá Fólkaheilsuráðnum vitjaði morgunsendingina. Ein kann lesa meira um átakið á facebook síðuni hjá Fólkaheilsuráðnum her. Gøtur skulu gerast, økið skal ruddast, ein grasvøllur skal gerast á fløtuni í Hoydølum Boðanes og fleiri øki skulu plantast til ymisk endamál. Tað fer at kosta 13 milliónir krónur at gera økið til fríøki sambært nýggjari lendisætlan. Skal tak leggjast á grótbrotið í økinum fer tað at kosta minst 10 milliónir meira. Les alla lendisætlanina, ið hevur verið ávegis síðani 2006, sum mánadagin varð handað Anniku Olsen, borgarstjóra í Havn, og Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í innmlendismálum. Í gjár kunngjørdi Hagstovan, at 1.apríl búðu 50.045 fólk í Føroyum, 762 fleiri enn 1.apríl í fjør. 34 fleiri kvinnur enn menn eru í hesum talinum. Orsøkin til vøksturin í fólkatalinum er stór nettotilflyting, nógv fleiri fluttu til Føroya enn úr Føroyum. Nettotilflytingin er 462 fólk, og er hin størsta nakrantíð. Gjógvin millum samfelagið og Guð verður størri ár fyri ár. Valdið hjá kirkjuni er minkað niður í lítið, og vísindin heldur fram at finnast at skriftstøðunum. Men enn fyllir tann kristina trúgvin nógv millum føroyingar. Einki er broytt viðvíkjandi trygdini í arrestini í Mjørkadali fyribils, meðan bíðað verður eftir viðmerkingum frá trygdardeildini hjá direktoratinum fyri Kriminalforsorgina í Danmark. Kriminalforsorgin í Føroyum hevur sent direktoratinum frágreiðing um hendingina, tá ein fangi fyri sløkum mánað síðani flýggjaði úr arrestini. Tað var 19. apríl, at ein maður, sum sat í arrestini í Mjørkadali, fór út í eina bingju við ruski. Eingi starvsfólk vóru við honum, og hann gjørdi sær dælt av støðuni og rýmdi upp um stikið. Maðurin varð tó handtikin dagin eftir. Direktoratið fer annaðhvørt at koma við tilmæli um broytingar í reglunum fyri arrestina í Mjørkadali, ella eru tey nøgd við trygdina, sigur Elkin Klettheyggj, leiðari fyri Kriminalforsorgini í Føroyum. Tá svar kemur frá Direktoratinum í Danmark, fara Kriminalforsorgin í Føroyum og leiðslan í varðhaldinum í Mjørkadali at taka støðu til, um nakað skal broytast. Alsamt fleiri ferðafólk sigla við Teistanum, Ternuni og Sam. Tað vísa tøl frá Strandferðsluni fyri fyrsta ársfjórðing í ár, samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Góð 58.000 ferðafólk fóru við Teistanum um Skopunarfjørð fyrsta ársfjóðring í ár, sløk 1.600 fleiri enn sama tíðarskeið í fjør. Við Ternuni um Nólsoyarfjørð sigldu góð 26.000 fólk fyrsta ársfjórðing í ár, tað eru góð 600 fleiri enn fyrsta ársfjórðing í 2016. Eisini á Kalsoyarleiðini veksur ferðafólkatalið. Fyrsta ársfjórðing í ár sigldu góð 11.700 fólk við Sam um Kalsoyarfjørð, tað eru 1.200 fleiri enn sama tíðarskeið í fjør. Hinvegin er afturgongd í ferðafólkatalinum hjá Strandferðsluni við Suðuroyarleiðini, Skúvoyarleiðini og Fugloyar og Svínoyarleiðini. 900 ferðafólk færri sigldu um Suðuroyarfjørð, á Skúvoyarleiðini vóru 300 ferðafólk færri og á Fugloyar og Svínoyarleiðini vóru 250 færri ferðafólk, vísa hagtøl hjá Strandferðsluni. Seinastu trý árini eru bara tríggjar av stívliga 300 royndum fullkomiliga miseydnaðar, tíggju aðrar hava verið avbjóðingar, men annars er gingið væl. 95 prosent av royndunum eru avgreiddar uttan trupulleikar, og eitt prosent eru avlýstar. Tað sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna, í svari til Bill Justinussen, løgtingsmann, sum spurdi um landsroyndirnar. Próvstovan fer nú at kanna, hvussu talgildar royndir kunnu skipast í framtíðini, har sum serlig atlit skulu takast til tænastuveitingarnar. Endamálið er at útveita tekniska partin, so Próvstovan skal hugsa um innihald og ikki um tøkni. Tað besta er, at Próvstovan fær ein heildarveitara av software og hardware, svarar Rigmor Dam. Próvstovan hevur skipað arbeiðið við at menna og dagføra skipanina soleiðis, at tillagingar bara kunnu gerast til venjingar ella undanroyndir. Í sambandi við ávegis royndarhald í januar og februar vóru líknandi avbjóðingar. Tá fekk Próvstovan tilmæli um tillagingar frá veitarunum. Rigmor Dam sigur, at boð eru givin um at steðga við talgildu royndunum til tøknin er før fyri at veita tann tryggleika, sum ger, at royndirnar kunnu gjøgnumførast á fullgóðan hátt. Landssjúkrahúsið hevur í nógv ár skrásett dagarnar, sum yvirlæknarnir ikki hava avspákað, í ársroknskapinum sum starvsfólkakostnaður, sum Landssjúkrahúsið skyldar, heldur enn at skrásta teir sum útreiðslur. Tá yvirlækni hevur vakt í vikuskiftum ella halgidagar, fær hann ein frídag fyri hvørja vakt. Sambært galdandi sáttmála skulu hesir dagar avspákast. Men tað ber ikki altíð til. Frídagar hava hópað seg upp síðani 1999, sigur Heilsumálaráðið, sum biður Løgtingið um tiggju milliónir krónur til endamálið. Samrøða við Rigmor Dam um hvørja ábyrgd politiska skipanin hevur av, at tað í samfelagnum verður framleidd list. Og um hvørjir karmar eru virðiligir at arbeiða undir hjá teimum, sum hava list sum yrki. Leikstjórin er nøgdur við úrslitið, og stóð tað til hann, so byrjaði hann uppá næsta filmin í morgin. Í innslagnum eru brot úr filminum og samrøður við leikstjóran og høvuðsleikararnar. Býráðslimirnir í Tórshavnar kommunu fáa nú 300 krónur í bót hvønn dag frá Innlendismálaráðnum. Innlendismálaráðið hevur ikki givið onnur boð enn tey, at dagbøtur skulu gevast frá 15. mai at rokna. Teir 13 býráðslimirnir í Havn fáa tí 300 krónur um dagin í bót, tí kommunan vil ikki geva Mentamálaráðnum skjølini í tveimum uppsagnarmálum á dagsstovnaøkinum. Tórshavnar kommuna og Kommunufelagið fara at stevna Mentamálaráðnum. Mentamálaráðið verður kravt at viðurkenna, at Tórshavnar kommuna ikki er undirskipaður myndugleiki hjá Mentamálaráðnum í starvsfólkamálum sambært dagstovnalógini. Kommunurnar hava tí biðið Innlendismálaráðið um at bíða við dagbótunum til dómsvaldið er liðugt við málið. Turid Arge, aðalstjóri, sigur, at boðini um dagbøturnar frá í gjár at rokna eru ikki broytt. Tey standa við. Turid Arge sigur, at tey eru ikki liðug at viðgera brævið frá advokatinum hjá kommununum, sum Innlendismálaráðið fekk í gjár. Mentamálaráðið skal eisini við í viðgerðina. Tað skal koma við sínum viðmerkingum mánadagin. Samstundis varð boðað frá, at eitt rættarmál hevur steðgandi virknað fyri álagdar dagbøtur til ein endalig avgerð er tikin í rættarmálinum. Hoyr alternativu morguntíðindini, sum hesa ferð eru um ríkisumboðsmanna starvið, ið er lýst leyst, lesarabrævið hjá Jenisi av Rana og útsagnina hjá Elsu Berg, forkvinnu í Unga Tjóðveldinum. Í hvøssum hoyringarskrivi frá TG Verk ávarar fyrrverandi arbeiðstakarin í Marknagili Løgtingið móti at halda, at pengarnir koma innaftur í landskassan, tá gerðarættarmálið einaferð er avgreitt. Sjálvt høvuðsgrundarlagið undir lógaruppskotinum er skeivt. Upphæddin, sum Mentamálaráðið biður um, er ikki eitt útlegg, men ein útreiðsla, og seinni verður tørvur á uppaftur fleiri pengum, sigur TG Verk. Lógartekniskt snýr tað seg bara um at broyta eitt tal í Grein 1, stykki 3 í verklagslógini fyri skúladepilin í Tórshavn. Sambært galdandi lóg kunnu byggiútreiðslurnar vera 523 milliónir. Í lógaruppskotinum, sum Rigmor Dam legði fyri Løgtingið í gjár, kunnu byggiútreiðslurnar vera 636 milliónir. 113 milliónir koma also omaná rokningina. Størsti parturin 86 milliónir verður í lógaruppskotinum kallað útlegg. Tað eru pengar, sum Landsverk roknar við at fáa innaftur í tí trætu við fyrrverandi arbeiðstakaran í Marknagilsdeplinum, TG Verk, sum er vorðið til føroya størsta gerðarættarmál. Gerðarættarmálið verður ikki liðugt í ár og neyvan heldur næsta ár. Landsverk, sum er byggiharri í Marknagili, hevur ikki pengar til at gera skúlan lidnan. Verandi játtan er uppi, longu í september. Tað gjørdi Landsverk Mentamálaráðið varug við, 9. februar í ár. Nú biður landsstýriskvinnan í mentamálum so Løgtingið um pengar til hetta útlegg . Av teimum 86 milliónunum skulu 30 milliónir brúkast í ár og hinar 56 næsta ár. Verða pengarnir ikki játtaðir, steðgar alt arbeiðið upp. Í brævinum til Mentamálaráðið vísir Landsverk á, at stovnurin hevur sett fram eitt samlað krav móti TG Verki, einum føroyskum og einum íslendskum banka um útgjald av bankatrygdum og móti tryggingarfelagnum AXA. Til samans 86,6 milliónir krónur. Landsverk metir seg hava rætt til tær 86 milliónirnar og tí er talan einans um eitt útlegg Løgtingið skal bara leggja pengarnar út. Men TG Verk, sum riggaði av í Marknagili í fjørheyst, hevur eina heilt aðra versjón. Í drúgvum hoyringarskrivi til Løgtingið skírir fyrrverandi arbeiðstakarin sjálvt høvuðsgrundarlagið undir lógaruppskotinum at vera skeivt. Talan er absolutt ikki um nakað útlegg men eina eyka útreiðslu, sum fer at gerast uppaftur størri. Høvuðsorsøkin er sambært TG Verki at finna hjá Landsverki. Í skrivinum til Løgtingið sigur TG Verk, at verkætlanarleiðslan hjá Landsverki hevur verið út av lagi vánalig, heilt frá byrjan. Uppáhaldini eru millum annað at Projekttilfarið var ikki liðugt, tá Landsverk kravdi at TG Verk skuldi byrja uppá arbeiðið. Óliðugt og ógranskað projekttilfar er orsøkin til, at partar av byggingini máttu takast niður og stórar broytingar máttu gerast, sum høvdu stórar eykaútreiðslur við sær. Tað snýr seg um ein grundleggjandi projektfeil í statisku skipanini í tí samlaða bygninginum, sum hevði við sær, at fleiri bygningslutir skuldu takast niður aftur og at samlaða, berandi konstruktiónin skuldi umprojekterast og gerast heilt øðrvísi enn upprunaliga projekterað. Ein álvarslig villa, sum er ábyrgdin hjá byggiharranum og hansara ráðgevum. Avleiðingarnar kundu verið vanlukkuligar, sigur TG Verk, sum leggur Landsverk undir manglandi innlit í álvarsligu støðuna. TG Verk metir eina av høvuðsorsøkunum til ósemjuna við Landsverk vera, at byggiharrin ikki hevur havt neyðuga stýring og evni at taka støðu, fyri at tryggja framdrift í byggingini. Harumframt hevur Landsverk gjørt alt ov lítið fyri at verja Marknagilsdepilin móti skaðum, ið veður og vindur gera á ein bygning, sum ikki er tættur. TG Verk minnir eisini Løgtingið á, at Landsverk hevur ikki tryggjað seg fyri meira enn 10 milliónir krónur. Øll, sum hava innlit í byggimál í líknandi stødd, vilja ivaleyst meta hesa upphædd óhóskandi og sera lága í mun til verkætlanar støddina, kompleksitetin og ráðgevarasamsýningina, skrivar TG Verk. Byggifyritøkan hevur í sínum lagt sett krøv móti Landsverki fyri góðar 72 milliónir krónur. Og TG Verk boðar Løgtinginum frá, at fleiri krøv koma afturat. TG Verk endar hoyringarskrivið til Løgtingið soleiðis At Landsverk hevur tørv á fíggjarligum útleggi samsvarandi krøvunum mótvegis TG Verk, fyri at liðugtgerða arbeiði, sum TG Verk ikki hevur gjørt og fyri at gera arbeiði umaftur, sum TG Verk longu hevur gjørt, er eitt postulat, ið ikki samsvarar við veruleikan. Rætta orðingin er nokk heldur, at tað skal brúkast til at útføra arbeiði, sum upprunaliga vóru manglar í projektinum og fyri at halda eykaútreiðslur, sum skyldast egnari væntandi stýring og samskipan. Umframt tær 86 milliónir krónurnar, sum í lógaruppskotinum verða nevndar útlegg , biður Rigmor Dam Løgtingið um at játta fleiri pengar til innbúgv og flagtekju. Innbúgvið eru maskinur til tekniska skúla, sum ikki eru við í upprunaligu verklagslógini. 1.viðgerð av lógaruppskotinum, sum varð lagt fram í gjár, verður fríggjadagin. Fjórða leitiumfar eftir oljuboring varð samtykt í Løgtinginum mikudagin. Nøkur fegnast, meðan onnur syrgja. Elsa Berg úr Unga Tjóðveldi er ein teirra, ið heldur lítið um oljuboring. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur biðið Løgtingið broyta kommunustýrislógina. Uppskotið um lógarbroytingina kemur eftir, at Løgtingsins umboðsmaður og Innlendismálaráðið funnust hvassliga at stýrinum fyri Økistænastuna í Sandoyar sýslu, tá tað setti leiðara í 2015. Hóast Innlendismálaráðið fanst at stýrinum, fekk tað einki gjørt, tí lógin hevur sum er onga heimild til at fara eftir kommununalum samstørvum, bara eftir einstøkum kommunum. Innlendismálaráðið kann sambært lógaruppskotinum ógilda avgerðina hjá einum kommununalum samstarvi, fyrbils taka avgerðina av, áleggja kommunustýrislimum tvingsilssektir og saksøkja eftir endurgjaldi, um Innlendismálaráðið ikki góðtekur eina avgerð hjá kommunalum samstarvi. Tað upplýsa oljumálaráðharrarnir í báðum londum sambært Reuters. Galdandi avtalan millum OPEC, og onnur stór oljulond, sum ikki eru limir í OPEC, fer úr gildi í summar. Endamálið við at avmarka framleiðsluna er at tryggja støðugar ella hægri oljuprísir. Saudiarabiski oljumálaráðharrin og russiski starvsbróður hansara siga í eini felags yvirlýsing, at teir mæla eisini hinum oljulondunum til at leingja avtaluna. Í desember komu OPEC londini og tey 11 londini, sum ikki eru limir í OPEC, ið er felagsskapurin hjá londunum, ið framleiða olju, ásamt um, at skerja oljuframleiðsluna í ár 1,8 milliónir tunnur um dagin. Arbeiðið upp á musikkskúlan við Landavegin í Havn er byrjað, og fyrstu formarnir eru stoyptir. Húsavarðartænastan stendur fyri arbeiðnum. Í fyrsta umfari eru 26 milliónir krónur at byggja fyri, og restin verður fíggjað á íløguætlanini í 2018 og 2019. Skúlin skal eftir ætlan verða liðugur fyrst í 2019. Musikkskúlin verður 2600 fermetrar til støddar við orkesturhøli, sum umframt at verða nýtt til undirvísing, eisini er ætlað til framførslur til 350 áhoyrarar. Løgtingsskrivstovan kannar nú uppskotið, so tað kann leggjast fram. Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum vil ikki siga hvat ítøkiliga stendur í uppskotinum, men hann sigur at uppskotið er í tráð við tað sum flokkurin almannakunngjørdi seinast í november í fjør. Nú er talan um eitt lógaruppskot, og tí eru nógv fleiri smálutir í hesum uppskotinum, enn tað vóru í uppskotinum sum varð almannakunngjørt í november. Men leisturin er tann sami, og uppskotið verður alment fríggjadagin, sigur Bárður Nielsen. Eftir tí sum Sambandsflokkurin almannakunngjørdi, so verður eingin fiskur seldur á eitt nú uppboðssølu, uttan so at kvotan fer uppum kvotuna, sum hevur verið seinastu 20 árini. Og nýggj fiskasløg, sum kvotur verða settar á, skulu seljast. Reglur skulu gerast, so eingin kann eiga meir enn ein ávísan part av fiskivinnuni og útlendingar skulu framvegis sleppa at eiga í føroysku fiskivinnuni, mælti Sambandsflokkurin til, tá uppskotið varð almannakunngjørt. Kann tað passa, at føroyingar eru heimsins eydnusamasta fólk, soleiðis sum Fólkaheilsuráðið staðfestir. Ber til at gera eydnu upp hagtalsliga Tað er ein av spurningunum í dagsins Bredda. Vit viðgera eisini sjónvarpssendingina Ást fjalir lýti , sum er um eitt 50 ára gamal morð í Føroyum. Spurt verður, hvussu nær vit kunnu fara, tá ið vit viðgera viðkvæmar spurningar í fortíðíni. Og so spyrja vit eisini, hví vit skulu bora eftir svørtu oljuni í undirgrundini, tá ið vit hava bundið okkum til at minka um útlátið. Vit seta tað óspilta samfelagið, sum vit marknaðarføra okkum við, á Breddan hesa ferð. Georg L. Petersen, blaðstjóri, Siri H. Tórgarð, leiðsluráðgevi, og Suni Poulsen, sálarfrøðingur, reflektera og kjakast um trý aktuell evni í góð trý korter. Bæði uppskotini skulu nú kannast nærri, áðrenn tey eftir ætlan verða løgd fram fríggjadagin, so fyrsta viðgerð kann verða mánadagin. Stein Olvur Petersen, stjóri í byggifyritøkuni J og K Petersen, sigur í stuttari viðmerking, at hann heldur tað vera í lagi, at Bústaðir royna seg við eindarbygging í Danmark, so leingi sum ráðgevingin er føroysk. Landsstýriskvinnan í mentamálum sigur um orsøkina til eykajáttanarumbønina, at tá talan er um eina alheims sensatión fyri føroyskan ítrótt, hevur Mentamálaráðið mett, at tað er rætt at vita, um tað er politisk undirtøka í Løgtinginum fyri at stuðla luttøkuni fíggjarliga. Á heysti 2015 samtykti Løgtingið at heita á landsstýrið um at dagføra og endurskoða revsilógina. Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur nú sett sjøtul á arbeiðið. Semja er um at dagføra alla revsilógina næstu fimm árini. Revsilógin er í tveimum pørtum, ein serligur partur og ein almennur partur eru í lógini. Í serliga partinum eru millum annað kynslig brotsverk, fíggjarbrotsverk og brotsverk móti almennum myndugleikum. Hesin parturin verður dagførdur fyrst. Í almenna partinum eru treytirnar fyri at revsa fólk fyri brot á lógina, til dømis aldurin hjá brotsfólkum og ríkisborgaraskapurin. Almenni parturin skal vera dagførdur í 2021, sigur løgmaður. Løgtingið hevur júst samtykt at herða lóggávuna um kynslig brotsverk. Samskiftið millum teirra, sum varða av Glasi, er ikki í lagi. Ábyrgdarbýtið er fløkt, og ivi er um, hvør veruliga hevur ábyrgdina av hvørjum. Kunningin, sum Løgtingið hevur fingið um byggingina í Marknagili, er komin ov seint og hevur ikki altíð verið dagførd. Løgtingsgrannskoðarnir eru komnir upp í málið um Glasir. Løgtingsgrannskoðararnir bóðu Landsgrannskoðanina um eitt upprit, sum teir fingu síðst í januar. Og í gjár sendu løgtingsgrannskoðararnir Løgtinginum uppritið saman víð sínum egnu viðmerkingum. Drúgva uppritið hjá Landsgrannskoðanini er um játtanar og útreiðslugongdina hjá Skúladeplinum við Marknagil, sum nú eitur Glasir. Nógvar atfinningar eru í uppritinum. Løgtingsgrannskoðararnir sendu fyrst í februar uppritið til landsstýrisfólkini í samferðslumálum, sum varðar av Landsverki, fíggjarmálum og mentamálum og fekk viðmerkingar frá teimum. Í dag fer Poul Michelsen, landsstýrismaður, at lata upp fjórða umfarið, har sum oljufeløg kunnu bjóða seg fram at leita eftir olju í føroysku undirgrundini. Fjórða útbjóðingarumfar varar til 17. februar næsta ár. Løgtingið samtykti fyri einari góðari viku síðani lógargrundarlagið undir fjórða útbjóðingarumfarinum. Økið, sum nú verður boðið út, er stívliga 32.000 ferkilometrar til støddar. Tað er eystan fyri Føroyar og í ein landsynning úr Føroyum. Samstundis arbeiðir Vinnumálaráðið við ætlanum um bæði fimta og sætta útbjóðingarumfar. Í 2019 verður farið at leita eftir olju vestan fyri Føroyar fyri fyrstu ferð. Fyrsta útbjóðingarumfar í Føroyum var fyri 17 árum síðani, í 2000. Tað triðja og higartil seinasta var í 2008. Staðfest er við vissu, at olja og gass eru í føroyska landgrunninum. Forlagið Sprotin gav út bókina í 2015, Edward Fuglø hevur gjørt kápumyndina til føroysku útgávuna. Sonja Kjølbro hevur staðið fyri umbótingini. Amerikanski forsetin, Donald Trump, bað fyrrverandi FBI ovastan, James Comey, um at steðga við at kanna fyrrverandi Trump ráðgavan, Michael Flynn. Tað skriva fleiri amerikanskir miðlar, eitt nú New York Times. Flynn varð koyrdur úr starvinum sum trygdarráðgevi. Millum annað tí, at hann segðist at hava serliga tøtt sambond við Russland og at hann hevði givið villleiðandi upplýsingar um fundir, hann hevði havt við russisk sendifólk. Á einum fundi millum FBI ovastan og amerikanska forsetan dagin eftir, at Flynn varð sagdur úr starvi, skal Trump hava sagt við Comey, at hann vónaði, at Comey kundi síggja burtur frá hesum altso tætta sambandinum, sum var millum Flynn og Russland. Tað hevur Comey sjálvur skrivað í einum uppriti eftir fundin við Trump. Hetta upprit er, sambært New York Times, bara eitt av mongum, sum Comey hevur skrivað, ið vísa, at hann sum FBI ovasti var undir trýsti av amerikanska forsetanum. Trump hevur fyri kortum sagt Comey úr starvi. Tað tulka fleiri sum at forsetin roynir at leggja fótonglar fyri FBI, sum kannar um Trump legan arbeiddi saman við Russlandi undan forsetavalinum í november í fjør. Tað, sum sagt verður frá fundinum millum Trump og Comey, er ikki satt, stendur í tíðindaskrivi úr Hvítu húsunum. FBI hevur higartil ikki gjørt nakrar viðmerkingar til málið. Hoyr alternativu morguntíðindini, sum hesa ferð eru um rættleiðingina um lønina hjá ríkisumboðsmanninum, Afrikaferðina hjá u21 landsliðnum, sum Palleba rindar og tryggu arrestina í Mjørkadali Tað var tollvaldið á flogvøllinum í Vágum, sum steðgaði manninum. Síðani fór løgreglan við honum í skannaran og tað vísti seg, at maðurin hevði hassj innvortis. Leygardagin klokkan eitt verður tiltakið Hóttir Islam okkum í Perluni í Havn. Spurningar sum Hví tykist Islam so ofta at vera í stríð við talufrælsi og fólkaræði verður vendir og skift orð um. Landsstýriskvinnan í mentamálum ásannar, at eingin vissa er fyri, at 86 milliónir krónur í eykajáttan til nýggja skúladepilin í Marknadepli nakrantíð koma aftur í landskassan. Kortini velur Rigmor Dam at kalla tær 86 milliónirnar fyri eitt útlegg til Landsverk, sum væntar at fáa pengarnar innaftur, tá gerðarrættarmálið móti TG Verki er avgreitt. Teirra millum eru Norðurlandahúsið Spaniastova og Listastovan, sum saman hava fingið 151.000 krónur, og Mentanarhúsið í Fuglafirði, ið hevur fingið 100.000 krónur. Tað er ein sannroynd, at nógv fleiri støð bjóða seg fram at skipa fyri konsertum nú í mun til fyrr, men tíbetur eru áhoyrarnir eisini vorðnir meira mobilir. Kristina Ejdesgaard, deildarileiðari á Apotekinum, og Kristina Jacobsen, farmakonomur, greiða frá, hvussu vit kunnu verja okkum móti sólini, bæði tá vit eru í Føroyum og uttanlands. Sjálvt um sólin ikki er so ofta frammi í Føroyum er tað skilagott at verja seg móti henni, tá hon er frammi. Eisini er tað skilagott at fylgja við sínum móðurmerkjum, fyri at fyribyrgja ella varnast húðkrabba í góðari tíð. Í 1994 fór Magni Mohr til Keypmannahavnar at lesa ítrótt á universitetinum. Tað gjørdist byrjanin á eini starvsleið, sum higartil hevur givið honum royndir í donsku Superliguni, italsku Seriu A og ensku Premier League. Strembanin er altíð eftir at skapa nýggja vitan við at sameina vísund og praktiskt spæl, sigur Magni Mohr, sum vitjar 25 minuttir hesaferð. Vit hoyra útgávur við Julian Cannonball Adderley, Quincy Jones Big Band, Manhattan Transfer, Michael Brecker, Winduo, Keith Jarrett Trio, John Scofield og Pat Methany og Tórshavnar Big band. Norska skipasmiðjan, Simek, beyð sær at byggja skipið fyri 211 milliónir krónur, men tað vísti seg, at tilboðið ikki leyk spesifikatiónskrøvini. Síðani er ynski komið frá Jarðfeingi um at seta meir útgerð í skipið, so tað eisini kann gera seismiskar kanningar, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Landsstýrismaðurin hevur biðið Løgtingið um at hækka játtanina til havrannsóknarskipið upp í 286 milliónir krónur, 71 milliónir krónur meir enn upprunaliga ætlað. Kravið hjá Landsverki móti TG Verki er eitt krav móti einum felag, ið ongan møguleika hevur at gjalda alla upphæddina, skuldi gerðarætturin givið Landsverk fult viðhald. Ein gjøgnumgongd av krøvunum í føroya størsta gerðarættarmáli vísir, at Landsverk neyvan fær meira enn ein triðing av kravdu 86 milliónunum innaftur, sum stovnurin biður Løgtingið um at leggja út, til Føroya størsta gerðarættarmál er avgreitt. Spurningurin er aktuellur, nú Landsverk umvegis Mentamálaráðið biður Løgtingið um at leggja út tær 86 milliónir krónurnar, IÐ skulu til fyri at gera skúladepilin í Marknagili lidnan. Landsverk hevur vónir um at fáa 86 milliónir krónur aftur, tá gerðarætturin er liðugur at viðgera stóra trætumálið við TG Verk, sum fór av byggiplássinum í fjørheyst. Men gerðarættarmálið verður ikki avgreitt, áðrenn bygningurin skal takast í nýtslu eftir summarfrítíðina næsta ár. Tí vil Landsverk hava Mentamálaráðið at biðja Løgtingið um at leggja pengarnar út. Og tí eitur upphæddin eitt útlegg í tí lógaruppskoti, sum Rigmor Dam bar í Løgtingið í vikuni og sum kemur til 1. viðgerð fríggjadagin. Av teimum 86 milliónunum, sum Landsverk biður Løgtingið um at leggja út, væntar stovnurin at fáa tær 76 milliónirnar innaftur frá TG Verki. Hinar 10 milliónirnar skulu koma innaftur frá tryggingarfelagnum, AXA, har projekttryggingin fyri Marknagilsdepilin er teknað. Av teimum 76 milliónunum, sum Landsverk krevur TG Verk eftir, eru 55 milliónir krónur defineraðar sum dagbøtur. TG Verk skal gjalda fyri ikki at hava gjørt sítt arbeiði liðugt, áðrenn felagið fór av byggiplássinum í fjørheyst. Írestandi 21 milliónirnar í kravinum frá Landsverki er bankatrygdin, sum TG Verk setti, tá felagið skrivaði undir sáttmálan við Landsverk um flestu arbeiðstøkurnar í Marknagili. Bankatrygdin er 15 prosent av sáttmálaupphæddini hjá TG Verk. Men hvat er tað so fyri eitt felag, ið sambært Landsverki skal gjalda 76 milliónir krónur aftur til Landsverk, tá gerðarætturin einaferð kemur til eina niðurstøðu, møguliga síðst í 2018 ella fyrst í 2019 TG Verk er eitt føroyskt smápartafelag við 500.000 krónum í partapeningi. Eigarin er íslendski Torvaldur Gissurarson, sum eisini eigur aðrar byggifyritøkur. Men sami Torvaldur eigur føroyska smápartafelagið TG Verk sum einkultpersónur. Har er eingin útlendsk byggifyritøka aftanfyri. Men sambært skjølunum í umfatandi gerðarrættarmálinum hevur felagið samstundis stórar upphæddir útistandandi í Marknagili. TG Verk hevur krav móti Landsverki fyri ógoldnar fakturar, og upphæddin er heili 22,8 milliónir krónur. Tær stívliga 23 milliónirnar metir TG Verk seg eiga til góðar hjá Landsverki. Landsverk, harafturímóti, metir einki hald vera í hesum kravi og noktar tí at gjalda hesar 23 milliónirnar. Taka vit tí sum dømi, at Landsverk fær fult viðhald í gerðarrættarmálinum, so missir TG Verk hesar 23 milliónirnar í væntaðari inntøku fyri arbeiði í gerð. TG Verk veitti sum nevnt bankatrygd fyri 15 prosentum av sáttmálaupphæddini í Marknagili. Tí hevur felagið sett av 21 milliónir. Men hesir pengarnir eru samstundis at rokna sum eginpeningurin í felagnum. Vinnur Landsverk gerðarrættarmálið, so fær Landsverk rætt til bankatrygdina hjá TG Verki og so er føroyska smápartafelagið tómt fyri virði. Út frá hesum fáu lyklatølum ber til at gera ta niðurstøðu, at Landsverk fær stovnurin fult viðhald í gerðarættinum neyvan kann rokna við at fáa stórt meira enn 20 milliónir krónur frá TG Verki, umframt 10 milliónir frá tryggingarfelagnum, AXA. Tað gevur góðar 30 milliónir svarandi til ein góðan triðing av tí upphædd, sum stovnurin biður Løgtingið um at leggja út, til gerðarætturin hevur avgreitt málið. Høgni Lauritsen, stjóri í TG Verki, vil ongar viðmerkingar gera til tølini um TG Verk. Men í drúgvum og hvassorðaðum hoyringarsvari til lógaruppskotið hjá Rigmor Dam skrivar stjórin beinleiðis, at sjálvt høvuðsgrundarlagið undir lógaruppskotinum er skeivt. Talan er absolutt ikki um nakað útlegg men eina eyka útreiðslu, sum fer at gerast uppaftur størri, sambært Høgna Lauritsen. Byggifyritøkan hevur í sínum lagt sett krøv móti Landsverki fyri góðar 72 milliónir krónur. TG Verk boðar Løgtinginum frá, at fleiri krøv koma afturat. Men eftir stendur somuleiðis at TG Verk sambært roknskapinum hjá smápartafelagnum sjálvum, ongan møguleika hevur at gjalda 76 milliónir krónur aftur til Landsverk. Tí endar søgan, har hon byrjaði við spurninginum um tað ber til at leggja út fyri ein, sum ongan møguleika hevur at gjalda pengarnar aftur Dímunargarður hjá Evu úr Dímun, Heimablídni á Velbastað, Gutti Winther og Leif Sørensen eru tilnevnd til norðurlendsku matvirðislønina, Embla, ið skal latast um tríggjar mánaðir. Hesar fýra føroysku tilnevningarnar eru millum tey 185 uppskotini, sum eru komin úr teimum sjey norðurlendsku luttakaralondunum. Hetta er fyrstu ferð, at matvirðislønin, Embla, verður latin. Endamálið við virðislønini er at styrkja felags norðurlendskan matsamleika og matmentan. Ætlanin er eisini, at hon skal økja um áhugan fyri norðurlendskum mati uttan fyri Norðurlond. Tað eru bóndafeløgini í Norðurlondum, ið standa á odda fyri virðislønini, sum fyrstu ferð verður latin í Keypmannahavn 24. august. Virðislønin verður latin annaðhvørt ár. Arbeiðseftirlitið og Brunaeftirlitið eru nú løgd saman og skipað í ein sjálvstøðugan stovn, boðar Samferðslumálaráðið frá. Arbeiðseftirlitið var áður deild í Heilsufrøðiligu starvsstovuni, og Brunaeftirlitið var deild í Vørn. Tað er natúrligt, at Arbeiðseftirlitið og Brunaeftirlitið eru sami stovnur. Málsøkini og førleikarnir hjá starvsfólkunum líkjast, sigur Hendik Old, landsstýrismaður. Skipanin av hesum stovninum er eisini í samsvari við ætlanirnar hjá landsstýrinum um at raðfesta arbeiðsumhvørvi og brunatrygd, sigur Henrik Old. Arbeiðs og brunaeftirlitið er í sama bygningi sum Heilsu og innlendismálaráðið í á Eirargarði 2 í Havn. Lýst verður í næstum eftir stjóra til Arbeiðs og brunaeftirlitið. Nótaskipið Saksaberg liggur nú í Esbjerg, hagar hann er seldur fyri 650.000 krónur. Hann keypti skipið, sum skal upphøggjast. Poul Michelsen, landsstýrismaður, boðar frá, at nú er klárt hjá oljufeløgunum at halda seg framat, og sjálvur hevur hann góðar vónir. Hoyr samrøðu við landsstýrismannin. Vit fara á ferð í bæði føroyska og útlendska tungmálmsumhvørvinum saman við Fróða Stenberg hitta Teit Fossaberg frá áhugafelagsskapinum Upp við Hornunum, fáa orðið á týska rock journalistin Gunnar Sauermann, vit tosa við umboð fyri tungmálmsbólkarnar Týr, Hamferð og Asyllex, eins og vit spyrja Honnu Jensen, forkvinnu í løgtingsins mentanarnevnd, um hon lurtar eftir tungmálmi. Tað stundar til sól, summar og summarfrítíð. Og hvørjar bøkur kunnu viðmælast sum summarlesnaður Vit spyrja bókavørðin Vónbjørt Vang. Vit fara á ferð í bæði føroyska og útlendska tungmálmsumhvørvinum saman við Fróða Stenberg, hitta Teit Fossaberg frá áhugafelagsskapinum Upp við Hornunum, fáa orðið á týska rock journalistin Gunnar Sauermann, vit tosa við umboð fyri tungmálmsbólkarnar Týr, Hamferð og Asyllex, eins og vit spyrja Honnu Jensen, forkvinnu í løgtingsins mentanarnevnd, um hon lurtar eftir tungmálmi. Silan skal nýtast til vistaveiting, matstovuvirksemi bæði til tey, sum hava dagliga gongd í Sjóvinnuhúsinum, men eisini sum vanlig matstova. Samlaða gólvvíddin er umleið 590 fermetrar, í tveimum hæddum. Tilboðini verða nú kannað, og avgerð verður tikin í hesum mánaðinum ella fyrst í juni, sigur Anfinn Hjelm. Tá støða er tikin til, hvør sleppur at leiga siluna, og tá sáttmáli eisini er gjørdur við Fróðskaparsetrið, er alt Sjóvinnuhúsið á Vestaru bryggju í Havn leigað út. Sagt verður, at eitt barn, sum vigar 40 kilo, eigur ikki at fáa meira enn 100 milligramm av koffeini um dagin. Í hálvum litri av orkudrykki eru vanliga 160 mg koffein. Heilsufrøðiliga starvsstovan sigur, at orkudrykkur skal vera merktur soleiðis, at hann ávarar børn, kvinnur, sum eru við barn, og kvinnur, sum geva bróst, móti at drekka hann. Ov nógv koffein kann órógva hjartarútmuna og elva til ov høgt blóðtrýst, hjartabankan, andaneyð, búkilsku, kvalma, angist og fjáltur. Ov nógv koffein kann eisini gera, at fólk hava ilt við at sova. Í ringasta føri kann ov nógv koffein gera, at hjartað steðgar. Á hfs.f o fæst nógv meira at vita um orkudrykk og koffein. Andstøðuflokkarnir á tingi vilja hava løgmann at svara niðurstøðuni hjá landsstýrismálanevndini í kærumálinum um hjúnabandslógina, áðrenn málið kemur til aðru viðgerð í tinginum í morgin. Tá verður eisini atkvøtt í málinum Miðflokkurin kærdi Aksel V. Johannesen til landsstýrismálanevndina, tí sambært Miðflokkinum hevur løgmaður tulkað stykki 2 í grein 14 í hjúnabandslógini at verða yvirtikið málsøki. Landsstýrismálanevndin er komin til eina niðurstøðu í málinum, og hon er send løgmanni til kunningar. Tað er sera óheppið, at niðurstøðan frá landsstýrismálanevndini ikki er Løgtinginum kunnug, áðrenn málið kemur til aðru viðgerð í tinginum, siga Bárður Steig Nielsen, Jørgen Niclasen, Kári P. Højgaard og Jenis av Rana í brævinum til Aksel V. Johannesen Tí heita teir fimm tingmenninir á løgmann um at senda Løgtinginum niðurstøðuna aftur, so Løgtingið eisini fær høvi at kunna seg um hana, áðrenn onnur viðgerð verður í morgin. Uppskotið um at broyta hjúnabandslógina soleiðis, at kirkjan sjálv gera av, um hon vil signa borgarliga vígd samkynd, hevur verið til viðgerðar í mentanarnevndini. Meirilutin í nevndini, samgonguflokkarnir, tekur undir við broytingini. Samgonguumboðini siga, at kirkjan framhaldandi sjálv kann gera av, hvørji borgarliga gift, hon vil signa. Lógarbroytingin gevur hvørki boð ella forboð, men virðir kirkjunnar sjálvræði at skipa egnu innaru viðurskifti síni, sigur meirilutin í mentanarnevndini. Sambært uppskotinum hjá Mentamálaráðnum kann kirkjan signa tey, sum hon hevur ritual til at signa. Fólkakirkjan hevur einki ritual til at signa borgaraliga vígd samkynd. Bjørn Kalsø í Sambandsflokkinum mælir frá at samtykkja uppskotið, og Jógvan á Lakjuni í Fólkaflokkinum mælir staðiliga frá at samtykkja tað. Í Lítlaskúla gjørdu tey seg til reiðar at eta. Tey hava ikki matpakka við, men gera matin sjálvi, sum er ein partin av skúlagongdini. Amerikanska løgmálaráðið hevur tilnevnt fyrrverandi FBI ovastan, Robert Mueller, at standa á odda fyri eini kanning, um Russland royndi at ávirka amerikanska forsetavalið í fjør. George W. Bush, forseti, tilnevndi Robert Mueller stjóra í FBI í 2001. Hann var í starvinum til 2013, tá James Comey gjørdist FBI ovasti. Donald Trump, forseti, koyrdi Comey frá herfyri. Síðani er komið undan kavi, at forsetin koyrdi Comey frá, tí hann vildi hava FBI ovastan at steðga eini kanning av fyrrverandi ráðgevanum, Michael Flynn, sum er lagdur undir at hava havt tætt samband við Russland. Flynn varð koyrdur frá í februar, tí hann duldi upplýsingar um, at hann hevði havt samrøður við russiska sendiharran í USA um amerikansku tiltøkini móti Russlandi. Eg havi sagt tað so mangan. Ein kanning fer bara at váttað tað, sum eg longu veit, at einki samspæl var millum tey, sum skipaðu fyri mínum valstríði, og eina útlendska eind, sigur forsetin. Býráðslimir í Havn sleppa fyribils undan at gjalda dagbøtur. Innlendismálaráðið hevur avgjørt, at dagbøturnar, sum ráðið hevur álagt býráðslimum í Havn í sambandi við trætuna um kærumyndugleikan á dagstovnaøkinum, verða ikki givnar meðan hoyringstíðarskeiðið er. Kommunufelagið og advokaturin hjá býráðslimunum hava gjørt ráðið varugt við, at dagbøtur ikki eiga at verða givnar, fyrr enn hoyringsskrivið hjá teimum er viðgjørt og avgreitt. Mikukvøldið boðaði Innlendismálaráðið frá, at tey hava hugt nærri at skjølunum. Innlendismálaráðið sigur, at av tí at ivi kann sáast um, hvørt skrivið til býráðslimirnar skal tulkast sum ein hoyring ella fráboðan, hevur ráðið gjørt av, at ivin skal koma býráðslimunum til góðar. Ráðið hevur avgjørt, at skrivið frá advokatinum hjá býráðslimunum skal tulkast sum hoyringsskriv. Hetta merkir, at dagbøtur verða ikki givnar í tíðarskeiðnum, meðan hoyringsskrivið verður viðgjørt. Endalig avgerð um hvørt dagbøtur skulu gevast ella ikki, verður tikin tá skrivið er endaliga viðgjørt. Innlendismálaráðið sigur, at avgerð í málinum verður væntandi tikin í næstu viku. Upprunaliga gav Innlendismálaráðið teimum 13 býráðslimunum 300 krónur í bót um dagin, tí kommunan vil ikki geva Mentamálaráðnum skjølini í tveimum uppsagnarmálum á dagsstovnaøkinum. Tórshavnar kommuna og Kommunufelagið fara at stevna Mentamálaráðnum, tí tey halda ikki, at Mentamálaráðið er kærumyndugleiki á dagstovnaøkinum. ES hevur givið Facebook 825 milliónir krónur í bót fyri at hava latið ES skeivar ella villleiðandi upplýsingar, tá fyritøkan keypti kjatt og boðtænastuna, WhatsApp. Avgerðin er eitt greitt tekin til fyritøkur um, at tæreiga at halda allar reglur um samanlegging, eisini skylduna um at geva rættar upplýsingar, sigur Margrethe Vestager, ES nevndarlimur í kappingarmálum. ES nevndin sigur, at tá Facebook keypti WhatsApp í 2014, legði fyritøkan dent á, at hon var ikki før fyri at binda saman brúkaraprofilar á teimum báðum sosialu miðlunum. Tá WhatsApp í fjør kunngjørdi dagføringar, kom undan kavi, at telefonnummur á WhatsApp eisini fóru at verða knýtt at Facebook. Tí fekk ES nevndin illgruna um, at Facebook longu visti, at tað kundi bera til, tá WhatsApp varð keypt. Bótin er hóskandi, og hon ræðir aðrar fyritøkur frá at gera tað sama, sum Facebook hevur gjørt, sigur Margrethe Vestager, ES nevndarlimur í kappingarmálum. Telduskráirnar hjá peniningastovnunum, sum fóru av landinum fyri góðum sjey árum síðani, skulu heim aftur. Tað hevur samgongan sett sær fyri. Í eykajáttanarlógini, sum nú er í Løgtinginum, biður Uttanríkis og Vinnumálaráðið um 1,2 milliónir krónur til at løna uttanhýsis fólkunum í verkætlanarbólkinum og til ferðir. Ein trímanna verkætlanarbólkur verður settur. Í bólkinum skulu vera fólk, sum vita, hvussu tað er at reka og menna bankaskipanir, millum annað kunningartøkni, bankalóggávu, persónsupplýsingar, dátuskráir og verkætlanarleiðslu. Samgongan hevur sett sær fyri at gera eina greiða ætlan fyri heimtøku av peningastovnsskipanunum, sum í dag eru hjá SDC í Danmark. Tær fluttu til Danmarkar 1. mars 2010. Í samgonguskjalinum stendur, at saman við fakfólki skal gerast ein greið ætlan fyri, hvussu KT tænasturnar og persónsupplýsingarnar, sum farnar eru av landinum, kunnu flytast heimaftur við fyrimuni. Hetta skal menna førleikar, skapa arbeiðspláss og økja um inntøkurnar, samstundis sum tað mennir KT trygdina og tryggjar grundleggjandi samfelagslig áhugamál. Ein forkanning varð gjørd í 2016. Niðurstøðan var, at tað ber til at flyta peningastovnsskipanirnar aftur til Føroya við fyrimuni. Í ár er ætlanin at fara undir at gera ítøkilig tilmæli um, hvat ein framtíðar føroysk peningstovnsskipan skal fevna um, samanbera kostnað og møguleikar í einari føroyskt mentari peningastovnsskipan við altjóða standardskipanir, og gera tilmæli um, hvat hóskar best til føroyska samfelagið. Harafturat skal metast um undirstøðukervið og tøknilig krøv, kostnað og neyðugar førleikar og gera tilmæli um hóskandi skipan av rakstrar og menningarumhvørvinum, sum tryggjar best møguliga integratión millum peningstovnsskipanirnar. Stjórin á Landsverki hevur tó onga vissu fyri, at smápartafelagið klárar at gjalda 76 milliónir krónur, fær Landsverk fult viðhald í gerðarættinum. Umframt 86 milliónir krónur til at gera bygningin lidnan, biður Mentamálaráðið eisini Løgtingið um 26 milliónir krónur til nýggjar maskinur til Tekniska Skúla og flagtekju til útbygningin á Glasi. Tað varð gjørt, tí bara 16 samgongutinglimir hava verið í tingsalinum, og tí andstøðan rýmdi úr salinum. Sostatt bar ikki til at atkvøða, tí í minsta lagi helvtin av tingmanningini skal vera í salinum. Kristin Michelsen, løgtingslimur og borgarstjóri á Tvøroyri, segði við Kringvarpið fyrrapartin, at hann hevði ikki stikið støðu til, um hann verður í Løgtinginum í morgin, ella fer á 100 ára hátíðarhald hjá Strandferðsluni á Tvøroyri í morgin. Men Jónleif Johannesen, formaður í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum, sigur, at hann hevur fingið váttan frá allari tingmanningini hjá Javnaðarflokkinum, at hon verður í tinginum í morgin. Nógv stór mál verða til viðgerðar í Løgtinginum í morgin. Uppskotið um eykajáttan, har biðið verður um at hækka játtanina til byggingina av Glasi við til samans 113 milliónum krónum, er eitt av málunum. Eisini nógv umrødda broytingin í hjúnabandslógini kemur til 2. viðgerð í morgin. Tingfundurin í morgin byrjar klokkan hálvgum tíggju. Útsetta atkvøðugreiðslan um yvirtøkuna av familju og arvarætti er fyrsta málið á skránni á skránni. Men at tað hevur verið ein rættur kongur, sum hevur stitið við róðrið í flogførunum hjá flogfeløgunum í fleiri ár, hava ferðafólkini tó ikki vita nakað um. Nú er komið fram, at niðurlendski kongurin loyniliga hevur verið flogskipari hjá KLM tey síðstu 21 árini. Tað skrivar niðurlendska blaðið, De Telegraaf. Greinin heldur fram niðanfyri. Flúgvingin hevur verið eitt kærkomið ítriv, sum konginum hevur dámt væl, skrivar blaðið. 50 ára gamli kongurin hevur síðstu árini flogið umleið tveir túrar um mánaðin. Orsøkin til, at ferðafólk ikki hava varnast, at kongurin hevur sitið í stýrihúsinum síðstu nógvu árini, er, at hurðarnar inn í stýrihúsini vórðu stongdar eftir álopini 11. september 2001. Niðurlendski kongurin steðgar nú fyribils sum flogskipari hjá flogfelagnum, KLM. Tað hendir tí niðurlendska flogfelagið gevst at brúka flogførini, kongurin er útbúgvin at flúgva. Tað hevur við sær, at 25 prosent av uppsjóvarfiskinum og kvotunum í Barentshavinum, Flemish Cap og í Eysturgrønlandi, verða boðin út á uppboðssølu, sum styttri ella longri loyvi, meðan 75 prosent verða latin teimum sum eru í vinnu. Og so skal sonevnda antitrust skipanin forða fyri, at nakar kann eiga meir enn 17,5 prosent av samlaðu føroysku fiskirættindunum, og eingin skal kunna eiga meir enn 20 prosent av uppsjóvarfiskinum, botnfiskinum undir Føroyum og fiskiskapinum á fjarleiðum. Kvotur skulu setast á tosk, hýsu og upsa undir Føroyum, Og so skulu 20 prosent av veidda fiskinum bjóðast út um góðkenda uppboðssølu til føroysk virkir, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Fólkakirkjan kann ikki signa hjúnabandið hjá samkyndum, sum eru borgaraliga vígd, sama, hvat verður lagt í ritualið, sum kirkjan brúkar, tá borgaraliga vígd hjún verða signað. Rigmor Dam, landsstýriskvinna, hevur svarað Helga Abrahamsen, løgtingsmanni, sum spurdi, hvat í ritualinum kann forða presti at signa eitt hjúnalag millum til dømis tvær kvinnur. Landsstýriskvinnan sigur, at ikki ber til seinni at lesa ein týdning inn í eina lógaráseting, sum ikki bar til, ella sum var óhugsandi, tá ásetingin varð gjørd. Ritualið er frá 1938 og tá vóru samkynd hjúnabond ikki til. Skal ritualið brúkast til samkynd eisini, má tað broytast og løggildast av nýggjum. Rigmor Dam vísir eisini á skriftstøðini, sum eru greið dømi um, at orðalagið í ritualinum er ætlað at signa hjúnalag millum mann og kvinnu einans. Tí er útilokað, at prestur kann brúka galdandi ritual til at signa borgarliga stovnað hjúnalag millum eitt nú tvær kvinnur, svarar Rigmor Dam Helga Abrahamsen. Serliga í syðra parti av kanningarøkinum og eystur móti markinum var minni norðhavssild at síggja í ár. Hinvegin var nakað meira av svartkjafti skrásett enn undanfarin ár. Magnus Heinason kom mánadagin aftur av silda og svartkjaftakanningum norðan fyri Føroyar, skrivar Havstovan . Sum undanfarnu árini er sildin sum heild stór, men í ár var eisini smærri sild fingin á nøkrum støðum. Mestsum einki av ársgomlum svartkjafti var at síggja. Kanningin er skipað sum altjóða felagskanning, sum ICES samskipar. Føroyar eru saman við Noregi, Íslandi, Danmark og Russlandi. Hini skipini gera framvegis kanningar norðan fyri Føroyum. Ein meting av øllum sildastovninum verður gjørd seinni í summar, tá úrslitini frá øllum skipunum verða tøk, sigur Havstovan. Tummas Jákup Thomsen hevur verið bundin av rúsdrekka í nógv ár og hevur livað eitt hart lív sum heimleysur í Danmark og Føroyum. Nú er hann farin í rúsdrekkaviðgerð og hevur megnað at hildið seg edrúan í næstan eitt ár. Tað er alt ov lítið, ásannar stjórin á Landsverki, sum samstundis vísir aftur, at lága tryggingarupphæddin er orsøk til at roknifeilurin í berandi konstruktiónunum er gjørdur upp til júst 10 milliónir krónur. GG Í innslagnum verður sagt, at Skála fær minimum somu inntøku sum frá dystinum millum Skála og KÍ í fjør, og so umleið 30.000 krónur afturat úr UEFA grunni. Í sendingini í dag fortelja bátabyggjarin, rógvarar og viðmerkjarin søguna um tjóðarítrótt okkara, kappróðurin. Vit eru eisini til venjing saman við Erlu Kongsdóttir, Fípuni Føgru, Rádna og Klaksvíkingi. Luttakarar í Sparta hesaferð Sámal Hansen, Kirstin Toftegaard, Rannvá Lava Olsen, Debes Sivertsen og Ludvík við Stein Sangirnir, ið royna seg í gjøgnum Nálareygað, eru Our Lovesong Dan Olsen Salt Silvurdrongur Regin teldufreak Gulli The Best Part Of the Fall Jón Mørkøre Vit hava verið í Runavík í dag og roynt at fingið eina viðmerking frá borgarstjóranum. Men hóast fleiri áheitanir, so vildi Torbjørn Jacobsen ikki viðmerkja atfinningarnar frá sínum borgarum. Líkt er nú til, at løgtingið longu í dag fær at vita, hvat Landsstýrismálanevndin heldur um tað, at løgmaður legði grein 14, stykki tvey, í hjúnabandslógini í málsøkið hjá landsstýriskvinnuni í mentamálum, hóast hjúnabandslógin sum so ikki er yvirtikin enn. Tí eftir at Aksel V. Johannesen, løgmaður, segði við Útvarpið í gjár, at hann ætlar at lata nevndini sínar viðmerkingar um fyribils niðurstøðuna hjá nevndini klokkan átta í morgun, hevur nevndin ásett fund at vera í morgun klokkan hálvgum níggju. Andstøðuflokkarnir vildu hava løgmann at svara fyribils niðurstøðuni hjá Landsstýrismálanevndini í kærumálinum um hjúnabandslógina, áðrenn málið kemur til aðru viðgerð og atkvøðugreiðslu í dag. Flokkarnir siga, at tað er sera óheppið, at niðurstøðan frá Landsstýrismálanevndini ikki er løgtinginum kunnug, áðrenn málið kemur til aðru viðgerð í tinginum. Tað er fráboðanin eftir ein fund í Havn mikudagin millum landsstýrismenninar Poul Michelsen og Høgna Hoydal og íslendska uttanríkisráðharran, Guðlaug ór órðarson. Ísland er í EBS samstarvinum millum ES og EFTA, og kann tí ikki innflyta heilivág ella aðrar apoteksvørur úr Føroyum, segði Guðlaugur ór órðarson, uttanríkisráðharri, umborð á Brimli í gjár Tá løgtingið fyri løtu síðani skuldu atkvøða um málið at yvirtaka familju og arvarættin, bað Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, um, at atkvøðugreiðslan varð útsett, tí landsstýrismálanevndin fer hvørja løtu at kunngera niðurstøðuna av kæruni um løgmann. Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, eftirlíkaði umbønini frá Jenisi av Rana, og boðaði frá, at tingfundurn varð niðurlagdur í eitt korter. Jógvan Skorheim og Magnus Rasmussen, sum eru í meiriluta í landsstýrismálanevndini, siga, at Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur brotið stýrisskipanarlógina, tí hann hevur tulkað, at hjúnabandslógin er yvirtikin. Nú er Suðuroyartunnilin ikki longri burturi, enn at hann er komin í eitt uppskot um eykajáttanarlóg, sum løgtingið skal viðgera í dag. Í viðmerkingunum um uppskotið stendur, at eftir ætlan verður farið undir Suðuroyartunnilin, tá Sandoyartunnilin er liðugur. Hann skal sambært verandi tíðarætlan vera liðugur í 2023. Jarðfeingi hevur gjørt tilmæli til Landsverk um, hvørjar jarðfrøðiligar kanningar eiga at verða gjørdar fyri at hava haldgott grundarlag fyri at fara undir verkætlanina. Landsstýrismaðurin í samferðslumálum mælir til at brúka hálva millión av játtanini til vegagerð í ár til forkanningar í sambandi við Suðuroyartunnilin. Løgmaður ætlar ikki at fylgja avgerðini hjá meirilutanum í landsstýrismálanevndini, tí hon tekur ikki faklig atlit, men bara politisk , sigur hann Meðan teir sótu á fundi og viðgjørdur spurningin, og øll andstøðan ikki var i tingsalinum, varð niðurlagdi tingfundurin tikin uppaftur. Forlagið Sprotin gav út bókina í 2015, Edward Fuglø hevur gjørt kápumyndina til føroysku útgávuna. Sonja Kjølbro hevur staðið fyri umbótingini. Tað er framvegis ógreitt, um andstøðan fer at leggja fram misálit á Aksel V. Johannesen, løgmann, men eitt misálit ræðir ikki løgmann. Sendari Bygd Frekvens Polaritetur Skeiðin Sørvágur 87,90 Vertical Mannagrót Gásadalur 88,50 Horizontal Válheigur Dalur 88,50 Horizontal Nesdalur Trøllanes 88,50 Horizontal Húsareyn Tórshavn 89.90 Vertical Knúkur Mykines 90,60 Horizontal Slættafjall Mikladalur 92,10 Vertical Brúnaskarð Klaksvík 94,30 Cirkulær Eysturhøvdi Svínoy 96,50 Vertical Spáafelli Vágur 97,50 Vertical Nes Hvalba 99,50 Verical Á Miðhjalla Saksun 99,50 Vertical Presttangi Miðvágur 99,50 Vertical Brekkurnar Vestmanna 99,50 Vertical Støðlafjall Skálafjørður 100,00 Vertical Selatrað Selatrað 88,50 Vertical Nesvík Nesvík 87,90 Vertical Norðdepil Norðdepil 87,90 Cirkulær Árnafjøður Árnafjøður 87,90 Vertical Sandvík Sandvík 87,80 Cirkulær Sornfelli Kollafjørður 92,80 Cirkulær Hvalvík Hvalvík 92,10 Vertical Viðareiði Viðareiði 99,50 Cirkulær Undir Varða Tórshavn 96.50 Cirkulær Knúkur Sandoy 92,10 Vertical Øravíkarlíð Tvøroyri 87,90 Vertical Eiðiskollur Eiði 87,70 Vertical Nólsoy suður Nólsoy 88,10 Vertical Skálhøvdi Skálavík 87,7 Vertical table, th, td border 1px solid black width 100 text align center table table layout fixed tr first child font weight bold Veturin í ár, hevur verið tann lýggjasti vetur, síðan Danmarks Meterologisk Institut, fór undir at gera mátingar í Føroyum, fyri meiri enn 100 árum síðani. Miðalhitin vetrarmánaðirnar var 6,1 hitastig, og eru tað góðar 2,5 stig hægri, enn miðalhitin hevur verið tey seinastu 30 árini. Men um jóltíðir komu ódnirnar. Serliga tær báðar ódnirnar, ið raktu Føroyar tollaksmessudag og jóladag vóru ógvusligar. Í sendingini tosar Kári Sólstein við veðurkøna Hanus Kjølbro, um veðrið í heyst og eisini útgreinar hann tær báðar jólaódnirnar. Sean Cannon, Eamonn Campbell, Gerry O Connor og Paul Watchorn eru allir legendir á írska fólkatónleikarapallinum, og teir eru framvegis nógv umbidnir. Summi av tilmælunum eru sett í uppskotið til nýggja lóg um fyrisiting av sjófeingi, og onnur verða viðgjørd í Fíggjarmálaráðnum og hjá skattamyndugleikunum, og ætlanin er at leggja broytingarnar fyri løgtingið í heyst, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Eitt er, at í framtíðini skulu allir eigarar og feløg, ið hava rætt at at reka fiskiveiði, vera búsitandi og skattskyldug í Føroyum. Útlendskir eigarar, sum eru í vinnuni í dag, fáa eina fýra ára skiftistíð. Mælt verður til, at treytir verða settar í fiskivinnulóggávuna, sum tryggja, at inntøka frá fiskiveiði hjá persónum og feløgum, kemur til skattingar í Føroyum og ikki í øðrum landi. Tí skal krav setast um, at persónar ikki skulu verða heimahoyrandi í øðrum landi sambært tvískattasáttmálum. Fyri feløg skal krav setast um at veruliga leiðslan í feløgum skal verða í Føroyum. Talan er um skattlig hugtøk. Mælt verður til at forðað verður fyri lánum úr útlondum, har renturnar ella tað, sum skal rindast aftur er knýtt at yvirskotinum í føroysku feløgunum. Sum nakað nýtt mælir nevndin til, at stjórar í feløgum skulu verða búsitandi í Føroyum og skattskyldugir í Føroyum, meðan teir eru stjórar. Soleiðis koma teir undir skatting í Føroyum, men tað verður ikki kravt, at teir skulu hava verið búsitandi her eitt ávíst áramál, áðrenn teir gerast stjórar. Mælt verður til, at krav verður sett í skattalóggávuna um uppbýti av virksemi hjá feløgum, ið reka fiskiveiðu, soleiðis at tað verður upplýst, hvørjar inntøkur, útreiðslur og íløgur hoyra til fiskiveiðu, og hvat hoyrir til annað virksemi. Nevndin metir, at tað er umráðandi við hagtølum, sum vísa rakstur og íløgur fyri fiskiveiðu. Og mælt verður til at eftirkanna, um tað er ein trupulleiki, at hall frá øðrum virksemi enn fiskiveiði verður drigið frá í inntøku frá fiskiveiði. Um so er, ber til at gera avmarkandi reglur í skattalóggávuni fyri hesum. Slíkar reglur, sum avmarka frádrátt fyri hall í inntøku frá bert einari vinnugrein, eiga tó bert at verða gjørdar, um hetta veruliga verður mett at vera ein trupulleiki. Og at enda verður mælt til at eftirmeta aðrar partar av skattalógini, millum annað reglurnar um transfer pricing, um tunna kapitalisering, um avmarkaða skattskyldu fyri rentuinntøkur og um framføring av halli. Hesar reglurnar eru ikki bert galdandi fyri fiskivinnuna, men eru alment galdandi og hava sum endamál at tryggja, at skattagrundarlagið ikki verður máa burtur, millum annað við handli millum nærskyldar partar. Arbeitt verður við hesum viðurskiftunum, og ætlanin er at broytingar í skattalógini skulu leggjast fyri tingið í heyst, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, og Jørgen Niclasen, formaður í Miðflokkinum, sum hava lagt uppskotið. Løgtingið viðger í løtuni eitt uppskot um hitapumpur, og tá tað er liðugt viðgjørt, verða øll onnur mál tikin av skránni, og síðani verður farið at viðgera uppskotið um misálit á løgmann. Tað sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, sum saman við formanninum í Sambandsflokkinum og Fólkafllokkinum hevur lagt fram uppskot um misálit á løgmann, í kjalarvørrinum av málinum um hjúnabandslógina. Hóast Sjálvstýri ikki er við til at leggja misálitið fram, væntar Jenis av Rana, at báðir tingmenninir hjá Sjálvstýri fara at atkvøða fyir uppskotinum um misálit. Leikluturin hjá Strandferðsluni fer at broytast, tá fleiri undirsjóvartunlar koma, og tí má Strandferðslan laga seg til broyttu tíðirnar. Smyril er byrjanin til Strandferðsluna, tí í mai 1917 yvirtók Færøernes Amtskommune skipið frá Mortensen fyritøkuni á Tvøroyri, og í dag verður 100 ára dagurin hátíðarhildin á Tvøroyri. Vit innfluttu sambært Hagstovuni fyri eina milliard og 850 milliónir krónur, tað er fyri 350 milliónir minni enn vit útfluttu fyri. Og Suðuroyartunnilin er ikki longri burturi enn at hann er komin í eitt uppskot um eykajáttanarlóg, sum løgtingið skal viðgera í dag. Í viðmerkingunum um uppskotið stendur, at eftir ætlan verður farið undir Suðuroyartunnilin, tá Sandoyartunnilin er liðugur. Hann skal sambært verandi tíðarætlan vera liðugur í 2023 og verður góðar 26 kilometrar langur. Landsverk nevnir árið 2030 í sínum uppriti um Suðuroyartunnil, tí tá skal nýggjur Smyril byggjast. Tunnilin er mettur at kosta 3,1 milliard. Harafturat koma tunlar í Suðuroynni, úr Sandvík til Hvalba og dagførdur Hvalbiartunnil og vegir í Sandoynni og Suðuroynni fyri 440 milliónir krónur Landsstýrismaðurin í samferðslumálum mælir til at brúka hálva millión av játtanina til vegagerð í ár til forkanningar í sambandi við Suðuroyartunnilin. Hesi 10 árini, Hoyvíkssáttmálin hevur verið í gildi, hava íslendingar økt sín útflutning til Føroya nógv, samstundis sum føroyski útflutningurin til Íslands hevur staðið í stað av forðingum av ymsum slag. Á Peturstrøð í Havn býr Sigvard Olsen, har hann í 30 ár hevur havt eplaveltu. Hann heldur, tað er sera lætt at velta eplir. Nýupptikin eplir eru eitt tað besta, tú kanst fáa, og so er tað eisini gott frítíðarítriv , sigur Sigvard. Hoy samrøðuna, sum varð send í vikuskiftissendingini 19. mai 2017, her. Bartal Augustinussen, samskipari av tónleikakappingini Sement, sigur, at luttakandi bólkarnir í ár fevna sera vítt í stíli. Seint leygarkvøldið fáa vit at vita, hvør bólkur er fer við vinninginum. Hoyr samrøðu við Bartal umframt nøkur orð frá Vinjardi Petersen, sum spælir við Jasmin Upphæddirnar eru ymiskar, men sleppur tú ikki við túrinum, tú skuldi millum Føroyar og Danmark, tí flogfarið er yvirbókað, hevur tú rætt til slakar 3200 krónur í endurgjaldi. Framleiðslan av laksarognum er hildin uppat, men fyri tað heldur landsstýrismaðurin, at almenn gransking innan laksaaling er neyðug, hóast vinnan sjálv hevur ráð at gera arbeiðið. Uppskotið frá formonnunum í Sambandsflokkinum, Fólkaflokkinum og Miðflokkinum um misálit á Aksel V. Johannesen, løgmann, er fallið. Solveig á Torvalaðnum er 17 ára gomul og gongur í 2.s í Studentaskúlanum í Hoydølum og Hervør Pálsdóttir er 21 ára gomul og lesur politikk og umsiting á fyrsta ári á Setrinum. Solveig dámar illa at fara upp í próvtøku, tí hon gerst so fjálturstungin og fær black out, meðan hjá Hervør er tað eingin trupulleiki. Hoyr tær báðar skifta orð um hetta evnið, og hvørji ráð tær hava at geva við víkjandi próvtøku. Undanfarnu árini hava nøvn verið við, sum í dag klára seg væl á føroyska tónleikapallinum. Eitt nú Hamferð, Konni Kass og Bluesette, hava áður vunnið kappingina. 19 atkvøður vóru fyri og 14 ímóti. Magni Laksafoss og Edmund Joensen, tingmenn fyri sambandsflokkin, atkvøddu fyri uppskotinum hjá samgonguni. Fleiri royndir vóru tó gjørdar at forða málinum at verða samtykt. Skotið var upp at beina málið aftur í nevnd, men hetta uppskotið fall við 16 atkøvðum fyri og 17 ímóti. Og Fólkaflokkurin og Miðflokkurin løgdu broytingaruppskot fyri tingið, har teir mæltu til at koyra spurningin um broytingina í hjúnabandslógini til fólkaatkvøðu. Men eisini hetta uppskotið fall við 13 atkvøðum fyri og 20 ímóti. Avtíð av bæði orðaskiftini um misálitið og um hjúnabandslógina gjørdust drúgv endaði tingfundurin ikki fyrr enn um 1 tíðina, og tey málini, sum vóru eftir á dagsskránni vóru flutt. Vekjarin hjá grannanum generar í tímavís hvønn morgun, pappmamma er ikki boðin við í endaveitslu, og svágur, sum hevur smíðað fleiri hús í familjuni, vil hava part av peninginum, nú húsini eru seld. Hesi eru evinini í dagsins sending. Stjórar í Kringvarpinum eru áramálssettir, og tí skuldi søkjast eftir nýggjum stjóra. Dia Midjord hevur boðað Kringvarpsstýrinum frá, at hann takkar fyri seg og hevur ikki søkt um stjórastarvið aftur á nýggjum. Setanarbólkurin viðger í løtuni umsóknirnar. Tey meta, at tað fer at taka áleið tríggjar vikur til nýggi stjórin verður funnin og almannakunngjørdur. Skipnanin við landsstýrismálanevndini eigur at verða endurskoða, tí søgan hevur víst, at politikarar megna ikki at hava eftirlit við landsstýrisfólkum. Tað heldur Bjørn á Heygum, advokatur, sum var við til at skriva Stýrisskipanarlóg Føroya, og skipanina við landsstýrismálanevndina. Hann heldur, at málið um kæruna um løgmann í samband við hjúnabandslógina vísur, at politikarar lurta ikki eftir serfrøðini, og tí riggar landsstýrismálanevndin ikki. Giza Hoyvík telir í dag fleiri enn 200 virknar limir, og higartil hava teir vant á øðrum vøllum í Havnini. Tørvurin á einum vølli í Hoyvík er sera stórur, heldur Kenneth Hovgaard. Fiskivinnu uppskotið hjá Sambandsflokkinum bleiv lagt fram fyri Løgtinginum í gjár, og fiskivinnuuppskotið hjá samgonguni verður lagt fram mánadagin, sigur Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður. Fleiri onnur fólk runnu ein part av teininum fyri at varpa ljós á alzheimers sjúkuna og savna inn pening til kunning og hjálp til sjúklingar og avvarðandi. Skipað var eisini fyri tiltakinum í fjør, men ætlanin er ikki at endurtaka júst hetta tiltakið aftur, tí nú er runnið til Havnar og heim aftur til Klaksvíkar sigur Jonhard Larsen. Tað eru serliga tvær orsøkir til at íbúðarprísirnir eru hækkaðir støðugt. tað. Onnur orsøkin er, at ov fáar íbúðir eru bygdar seinastu árini. Hin orsøkin er, at umleið 1.600 íbúðir verða leigaðar ferðafólkum. Ungdómurin býr av somu orsøk longri heima hjá foreldrunum nú enn fyrr. Ein kanning hjá íslendska Húsalánsgrunninum vísir, at tað er tørvur á umleið 4.600 íbúðum í Reykjavík, og at 9.000 íbúðir skulu byggjast næstu trý árini. Inntøkan var 77,3 milliónir krónur, sum eru slakar 7,6 milliónir í avlopi. Í fíggjarætlanini fyri 2016 varð tó roknað við 4,4 milliónum í halli. Inntøkurnar hjá kommununi vóru næstan átta milliónir krónur størri enn væntað í fjør. Raksturin kostaði 400.000 krónur minni enn væntað. Lógarbroytingin kemur bara fáar mánaðir eftir, at fleiri av størru fjølmiðlunum í Japan í januar skrivaðu, at Akihito keisari hevur ætlanir um at siga keisara heitið frá sær tíðliga næsta ár. Sonur hansara, Naruhito krúnprinsur, fer helst at taka við trúnuni. 83 ára gamli Akihoto róði í røðu síni í august í fjør framundir, at hann vildi leggja frá sær. Hann segði, at hann møguliga ikki megnaði at røkja sínar skyldur, tí hann var vorðin so gamal og heilsan var farin at bila. Japanska keisarafamiljan hevur sitið á trúnuni í meira enn 2.600 ár. Keisarin verður mettur at vera guddómligur, og er, sambært grundlógini, eitt statussymbol og hann sameinir fólkið, sjálvt um hann ikki hevur beinleiðis politiskt vald, skrivar AFP. Tað eru 250 milliónir meira enn í fjør. Sambært Hagstovuni gera sild og markrelur stóran mun í ár. Makrelurin gav 162 milliónir krónur meira í ár og sildin 120 milliónir krónur. Útflutningurin av laksi er vaksin í virði, men nøgdin er minkað nakað, so prísurin er betri í ár. Alilaksur var omanfyri 40 prosent av føroyska útflutninginum í fyrsta ársfjórðingi. Vit innfluttu sambært Hagstovuni fyri eina milliard og 850 milliónir krónur, tað er fyri 350 milliónir minni enn vit útfluttu fyri. Viðmerkingina hevur forkvinnan í tingbólkinum hjá Tjóðveldi, og limur í landsstýrismálanevndini, nú spurnartekin aftur er sett við trúvirðið hjá nevndini, og um nevndin riggar sum hon skal. Hann góðtekur ikki ágangandi framferð ella kjarnorkuhóttanir, og tí er vandin fyri hernaðaarligum samanbresti við landamarkið og sjómarkið nú stórur. Níggjunda umfar gjørdist málríkt, tí heili 16 mál vórðu skotin í teimum fimm dystunum. KÍ greiddi sína skyldu á heimavølli, har teir vunnu á arvafíggindunum HB. Heldur ikki B36 ella Víkingur vístu náði á heimavølli. B36 hølvaði 07 Vestur av í Gundadali við fýra málum móti ongum, og í Sarpugerði vann Víkingur 3 0 á TB FCS Royn. Á Skála gjørdi heimaliðið eisini enda á málturkinum, tá ið teir vunnu 3 2 á EB Streymi. Sigurin og tey trý stigini flyta Skála heili tvey pláss upp á stigatalvuni. Skála EB Streymur 3 2 0 1 Rógvi Egilstoft Nielsen 12 1 1 Michal Przybylski 33 2 1 Michal Przybylski 64 2 2 Leif Niclasen 77 3 2 Andras Frederiksberg 90 Støðan í EFFO deildini, nú øll liðini hava spælt eina ferð ímóti hvørjum øðrum 1 KÍ 19 2 Víkingur 17 3 NSÍ 16 4 B36 12 5 TB FCS Royn 12 6 HB 10 7 Skála 9 8 07 Vestur 8 9 EB Streymur 8 10 ÍF 6 Hósdagin verða finaluliðini í kappingini um Løgmanssteypið funnin. Í Gundadali verður returdystur millum HB og B36. Fyrri dysturin endaði javnur 1 1, og tað er HB, sum eigur heimavøllin í seinna dystinum. Grindin var funnin um hálvgum sjey tíðina sunnan fyri Mykineshólm og rikin til Bíggjar, har hon varð hildin til um hálvgum ellivu tíðina. Borgarafundur verður á Skála týskvøldið um málið. Á fundinum fer MEST at sýna fram, hvussu ætlaða útbyggingin av skipasmiðjuni fer at taka seg út, og møguleikar vera at gera viðmerkingar til framløguna. Ongin niðurstøða verður tó gjørd, tí ætlanin er at leggja málið fyri almenningin at gera skrivligar viðmerkingar til í seks vikur. Síðani fara landsmyndugleikarnir aftur at viðgera málið saman við møguligum viðmerkingum ella kærum. Í fyrstu atløgu var málið sent landsmyndugleikunum við umbøn um at broyta viðurskiftini soleiðis, at ongar avmarkingar skuldu verða fyri, hvussu høg høllin kundi vera. Men tað vildi Heilsu og innlendismálaráðið ikki eftirlíka. Ráðið svaraði, at ein 50 metra høg høll er nærindis íbúðarøki er so stórt inntriv, at tað má lýsast væl og virðiliga fyri borgarunum. Heilsu og innlendismálaráðið mælti til, at verður bygt hægri enn 15 metrar, má serstøk byggisamtykt gerast. Hetta samtykti Runavíkar býráð eisini 23. februar. Býráðið hevði fund aftur um málið á Skála tann 27. apríl, og har varð samtykt at hava borgarafund á Skála 23. mai, sum er í morgin. Fundurin verður í ítróttarhøllini týskvøldið klokkan 19. Løgtingið hevur samtykt at yvirtaka millum annað foreldramyndugleikan og samveru millum foreldur og børn, hjúnaband og hjúnaskilnað, ættleiðing og arv. Hóast yvirtøkan er samtykt í Løgtinginum, verða allar lógirnar ikki føroyskar eftir einum degi. Donsku lógirnar verða framvegis galdandi, til føroyskar lógir so við og við avloysa tær. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu og innlendisalum, sigur, at hon ætlar fyrst at gera lógina um foreldramyndugleika og samveru. Jógvan Skorheim í Sjálvstýri, Bjørt Samuelsen í Tjóðveldi, Kristianna Winther Poulsen í Javnaðarflokkinum, Hanna Jensen í Framsókn og uttanflokkatingkvinnan, Sonja Jógvansdóttir, hava lagt uppskotið fram. Samgonguumboðini, Ruth Vang, Helena Dam á Neystabø og Pauli Trond Petersen, taka undir við, at øll elorka á landi skal koma frá varandi orku, og skulu vit nærkast hesum máli, mugu ítøkilig átøk gerast. Ein mvg afturberingarskipan fer at skunda undir nýggjar sethúsaeigarar at velja grønar hitapumpuskipanir í staðin fyri dálkandi oljufýr, sigur hesin minnilutin. Andstøðuumboðini í vinnunevndini, Bárður Nielsen, Jacob Vestergaard og Bill Justinussen, taka ikki undir við uppskotinum og mæla frá at samtykkja tað. Orsøkin er, at útbyggingingin hjá SEV at veita grøna orku stendur ikki mát við vøksturin í orkutørvinum. Hvør einasta hitapumpa, sum kemur aftrat, fer at økja nýtsluna av tungolju. Longu í 6. flokki byrja gentur so smátt at gera seg upp frammanfyri myndatólinum. Tær gera sum modellir á sosialum miðlum gera. Tað er harmiligt, heldur Gvøðny Mirjam, fotografur. Í minsta lagi 20 fólk eru særd av eini bumbuspreinging á einum sjúkrahúsi í teilendska høvuðsstaðnum Bangkok. Tað upplýsir teilendska løgreglan. Bumban brast á trý ára degnum fyri hernaðarkvettið í 2014. Eingin hevur átikið sær skyldina av spreingingini á sjúkrahúsinum, sum fyrst og fremst pensjóneraðir heryvirmenn nýta. Greinin heldur fram niðanfyri. Ein talsmaður fyri stjórnina sigur, at 24 fólk eru særd. Battarí og leidningar eru funnin á staðnum, og hildið verður, at tey hava verið nýtt til at gera bumbuna. Teiland hevur verið syndrað síðani hernaðarkvettið 22. mai í 2014. Fyri einari viku síðani brast ein bumba uttan fyri tjóðleikhúsið í Bangkok. Tvey fólk vórðu særd. Jessica Hallursdóttir stillaði upp til Fitness Føroyar. Hoyr hvussu gongdin fram til kappingina var og hvør kenslan var, tá kappingin varð liðug. Hon fekk 3. pláss í bólkinum Ladies figure . Andstøðuflokkarnir, sum hava meirilutan í Vinnunevndini, mæla staðiliga frá at samtykkja uppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, um at strika kravið um veiðiloyvi í sambandi við fiskiskap eftir uppsjóvarfiski og botnfiski í Barentshavinum í ár. Jørgen Niclasen, Bjørn Kalsø, Jákup Mikkelsen og Jógvan Skorheim siga í álitinum, at nærum øll, sum hava verið í Vinnunevndini, eru sera neilig til uppskotið, og hava rátt nevndini til at mæla Løgtinginum til at fella uppskotið. Serliga verður víst á, at arbeitt verður við eini fiskivinnnýskipan, og tí er skeivt at skipa ein part av fiskiskapinum á øðrum grundarlagi nú. Andstøðuflokkarnir í Vinnunevndini siga, at reiðarar, sum hava latið ella selt veiðiloyvi, fáa ein fyrimun við hesum uppskotinum, tí teir sleppa inn aftur gjøgnum bakdyrnar. Einasta treyt er, at skipið er undir føroyskum flaggi enn. Verður reglan um veiðiloyvi strikað, kann tað eisini hava við sær tilvildarliga og kanska ólógliga umsiting, siga andstøðuflokkarnir í álitinum. Minnilutin, samgonguflokkarnir, mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið. Bjarni Hammer, Ingolf S. Olsen og Bjørt Samuelsen halda tað hava týdning at linka kravið at bjóða upp á tann partin av nakreli, norðhavssild og botnfiski í Barentshavinum, sum verður seldur á uppboði í ár, fyri at fáa staðfest, um fleiri fara at bjóða, og um treytirnar, sum verða settar, eru nøktandi til tess at forða fyri spekulasjón. Minnilutin mælir landsstýrinum til at seta 10 prosent av uppboðssøluni til fiskivinnugranking, við serligum atliti at meirvirking og gagnnýtslu av øllum fiskinum. Uppskotið um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti og botnfiski í Barentshavinum í ár kemur til aðru viðgerð í tinginum fyrrapartin. Tann 23. mai 1917 fingu føroyingar rættiliga at kenna sviðan av fyrra heimsbardaga. Týskir kavbátar preiaðu slupp eftir slupp á Føroya Banka, har tær vóru til fiskiskap. Kavbátamenninir bóðu manningarnar fara av skipunum, løgdu sprongievni í skipini og søktu tey, meðan føroysku manningarnar ikki kundu gera annað enn hyggja at. Føroyingarnir fóru í skipsbátarnar og settust við árarnar at rógva til lands. Jóan Petur hjá Mouritsi í Vági førdi sluppina Margrethu hjá Jóan Hendrik á Viðareiði. Hann var ikki álvuligur, tá vápnaðir kavbátamenn komu upp á skipið. Í sendingini er brot úr útvarpsfrásøgn hansara. Miðvingurin Hans Hansen var leingi ímyndin av flúgvingini hjá føroyska flogfelagnum Atlantic Airways. Hann var sum flogskipari við frá fyrsta degi 28. mars 1988 á farleiðini millum Føroya og Keypmannahavn. Hans fekk tíðliga hug at læra til flogskipara, og í 1966 eydnaðist honum at sleppa inn á skúla í Tønsbergi í Noregi. Í 1968 tók hann prógv í Sandefjord og fór at flúgva fyri ymisk norsk flogfeløg. Ein uppgáva var postflúgving til Týsklands, ein onnur at leita eftir kópi í Vesturísinum. Tá brúkti hann flogvøllin á Jan Mayen, har turbolensurin var ógvisligur. Atlantic Airways stóð seg í kappingini við Mærsk Air, men fyrstu nítiárini vóru so mikið dýr, at Løgtingið setti nýggjan partapening í. Farið varð at flúgva á fleiri leiðum, og flogfør vórðu leigað til nýggjar leiðir. Í 2000 keypti Atlantsflog eitt flogfar aftrat. Tað heldur Hans Hansen vera størsta frambrotið hjá felagnum. Hann setti út í kortið, at felagið skuldi hava føroyskar flogskiparar. Tá hann fór úr starvi í 2007, fleyg hann nøkur ár við ferðafólki í Bolivia og úr Eldlandinum syðst í Suðuramerika til Antarktis. Innímillum hugnaði hann sær við sínum egna lítla flogfari. Kris Kristofferson ynskir, at peningurin, sum hann fær fyri framførsluna, verður latin til Barnaheimið í Havn. Barnaheimið í Havn hevur fyrr fingið pening frá Kris Kristofferson, og peningurin fer til tónleikaundirvísing og útgerð. Tað er neyvan nóg mikið at hækka útreiðslurnar til rakstur næsta ár hálvtannað prosent umframt tað, sum fer til lønarvøkstur, tá hugsað verður um allar framskrivingarnar og raðfestingarnar, sum samgongan hevur sett sær fyri at fremja. Tí mugu vit vænta, at landsstýrisfólkini gera tillagingar á sínum øki fyri at rationalisera raksturin. Og landsstýriskvinnan í fíggjarmálum eigur at tryggja, at uppskotið um fíggjarlóg fyri 2018 er innan fyri ásettu karmarnar. Tað er neyðugt, hóast vøksturin í rakstrarútreiðslunum er nógv minni enn vøksturin í inntøkunum hjá landinum. Umboðini hjá samgonguni í Fíggjarnevndini minna landsstýrið á at halda sínar egnu játtanarkarmar. Fjarhitafelagið verður liðugt við rørarbeiðið á Villingadalsvegnum í dag ella í morgin, sigur Hans Chistian Dam, stjóri í Fjarhitafelagnum. Rektarin á Fróðskaparsetri Føroya, Sigurð í Jákupsstovu, hevur heldur ongar viðmerkingar til skrivið, tí tað er ætlað stýrinum og ikki sær. Nógv fólk stuðlaðu Jonhardi Larsen, meðan hann rann teir knappar 80 kilometrarnar, og stór móttøka var fyri honum, tá hann kom til Klaksvíkar seinnapartin leygardagin. Tað skal takast í álvara, at trúnaðarupplýsingar hjá landsstýrismálanevndini vórðu latnar fjølmiðlunum áðrenn niðurstøðan var almenn. Vinnan fær góðar karmar at virka undir, og samstundis fáa allir borgarar sín rímiliga part av samfelagskøkuni, sum fer at vaksa í stórum. Tað sigur Sambandsflokkurin, sum nú er liðugur at orða sítt lógaruppskot um eina fiskivinnunýskipan. Uppskot til løgtingslóg um fyrisiting av tilfeingi úr sjónum er ein útgreinan av politikkinum, ið Sambandsflokkurin legði fram í november í fjør. Flokkurin er farin aftur til sítt útgangsstøði eftir úrslitaleysu samráðingarnar við samgonguflokkarnar í vetur. Sambandsflokkurin sigur seg ynskja trygg rættindi til verandi vinnu. Tí verða bara nýggj rættindi seld á uppboði nýggj rættindi eru nýggj fiskasløg, ógagnnýtt tilfeingi, og um verandi fiskasløg økjast uppum søguliga hámarkið síðstu 20 árini. Verandi rættindi, sum eru uppsøgd og fara úr gildi á nýggjárinum, verða sambært uppskotinum hjá Sambandsflokkinum latin verandi reiðaríunum sum átta ára loyvi. Tað verður so upp til einstaka reiðaríið at leggja sín fiskiskap til rættis loyvini eru knýtt at feløgunum, ikki einstøku skipunum. Heimaflotin skal bæði skipast við kvotum og fiskidøgum. Línuskipini og stóru og smærru útróðrarbátarnir skulu framhaldandi brúka fiskidaga skipanina, meðan trolarar og trolbátar skulu brúka eina nýgja kvotuskipan. Sambandsflokkurin hevur eisini anti trust reglur við í sínum lógaruppskoti. Einki einstakt fær brúksrætt til meira enn 15 prosent av samlaðu fiskirættindunum hjá landinum. Og eingin kann hava ræði á meira enn 35 prosentum av samlaða uppsjóvarfiskinum ella samlaðu veiðini eftir botnfiski. Talið 35 prosent var í upprunauppskotinum hjá Sambandsflokkinum 30 prosent . Um tilfeingisgjaldið sigur Sambandsflokkurin, at tað skal leggjast á einstaka fiskaslagið eftir útrokning av einum normalbruttovinningi eftir einum miðalroknskapi. Á henda hátt verður gjaldið ásett eftir einum objektivum grundarlagi, sum samstundis tekur støðið í vinnuligu kørmunum. Sambært Sambandsflokkinum merkir ásetingin, at vinnuligir aktørar, ið klára seg væl, ikki verða revsaðir við at noyðast at gjalda hægri gjald enn aðrir, eins og teir verða tað við til dømis vanligum felagskatti. Á sama hátt fáa aktørar, ið klára seg minni væl, ongan fyrimun, við tað, at teir skulu gjalda sama gjald sum øll hini. Fyri at javna sveiggini skjýtur flokkurin upp, at peningurin frá tilfeingisgjaldinum ikki fer í beinleiðis raksturin hjá Landskassanum, men verður javnaður soleiðis at 1 10 av inntøkuni verður útgoldin árliga næstu 10 árini. Sambandsflokkurin vil eisini, at partur av tilfeingisgjaldinum skal kunna brúkast til trygd fyri fígging av rávørugoymslum. Tað skal stuðla undir vinnuliga menning og meirvirking av fiskinum, sigur flokkurin. Í viðmerkingunum til lógaruppskotið vísir Sambandsflokkurin á, at Føroyar í dag í stóran mun eru ein rávøruveitari til Evropasamveldið. Um fiskivinnureformurin skal sláa ígjøgnum og skapa øllum í Føroyum størri virði samfelagskøkan til allar føroyingar skal vaksa so má atgongdin til ES marknaðin við sínum okkurt um 500 milliónum brúkarum vera heilt munandi betri enn í dag. Uppskotið hjá Sambandsflokkinum um eina fiskivinnunýskipan er tað næsta í røðini, ið er lagt fyri Løgtingið. Frammanundan hevur Fólkaflokkurin lagt sítt uppskot fram, tað uppskotið hevur verið til 1. viðgerð og er nú í Vinnunevndini. Høgni Hoydal hevur borið sítt lógaruppskot um fiskivinnunýskipan í Løgtingið, men uppskotið hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum er ikki lagt fram enn. Kartin Høgnesen er sendur til Ísrael av Ísraelsmissiónini í Føroyum fyri at gera hjálpararbeiði. Endamálið hjá samkomuni kirkjuni, sum Kartin er hjá er, at royna at fáa frið í lag millum jødar og arabarar. Framgongd er á øllum oyggjaleiðum uttan Skúvoyarleiðini, vísir ein uppgerð hjá Strandferðsluni. Smyril flutti 242.300 fólk um Suðuroyarfjørð í fjør, og tað eru meira enn 20.000 fleiri enn árið fyri. Á Sandoyarleiðini var vøksturin uppaftur størri. Teistin flutti 204.000 fólk um Skopunarfjørð, og tað eru meira enn 23.000 fleiri enn árið fyri, í 2015. Triðstørsta leiðin hjá Strandferðsluni er Nólsoyarleiðin. Ternan og Jósup, sum var avloysaraskip, fluttu til samans 94.200 fólk um Nólsoyarfjørð í 2016. Tey flestu, sum koyra við Bygdaleiðum, koyra millum Havnina og Klaksvík. 138.000 fólk koyrdu við leið 400 í fjør. Næststørsta leiðin er leiðin á flogvøllin, sum hevði umleið 82.000 ferðandi í fjør. Strandferðslan hevur 19 bussleiðir, og talið á ferðafólkum er rættiliga støðugt. Tað veksur á summum leiðum og minkar eitt sindur á ørðum leiðum. Hagastýrini í Mykinesi eru, umvegis ferðsaskrivstovur, farin undir at krevja pengar inn frá fólki, sum fara túrar til Mykines. Men enn riggar gjaldskipanin sum heild ov illa. Tað ásannar Eddie Lauritsen, ein av teimum fýra hagastýrisformonnunum. Tað halda eisini fleiri ferðaskrivstovur millum annað GreenGate Incoming, ið selur bólkatúrar til Mykines. Ferðaskrivstovurnar í Føroyum hava fingið skriv frá hagastýrunum í Mykinesi, har heitt verður á ferðaskrivstovurnar um at krevja 100 krónur eyka frá ferðafólkum, sum keypa bólkatúrar út í Mykines, og at flyta pengarnar á konto hjá hagastýrunum. Og tað royna ferðaskrivstovurnar nú at gera eftir førimuni. Hilda Thomsen, ið selur bólkatúrar til Mykines hjá Greengate, heldur tó, at sum nú er eru fleiri trpulleikar hjá ferðaskrivstovum at krevja pengar inn. Eddie Lauritsen, ein av teimum fýra hagastýrisformonnunum, ásannar, at gjaldskipanin ikki riggar nóg væl enn. Tí til ber ikki at krevja pengar inn frá einstaklingum, sum koma til Mykines við Jósupi ella tyrluni. Tað vil siga, at sum nú er standa fólk ikki og krevja pengar frá einstaklingum, sum koma út í oynna við Jósupi ella tyrluni. Men hagastýrini arbeiða við at gera eina skipan, har ferðafólkini rinda umborð á bátinum ella tyrluni. Hjá GreenGate halda tey, at tað er ein góð loysn, at ferðaskrivstovurnar sleppa undan at krevja pengar inn, men at ferðafólkini til dømis rinda umborð á Jósupi. Tað hevði eisini loyst ein annan stóran trupuleika, sum er, at gjaldskipanin er kappingaravleiðandi. Tí fleiri útlendskar ferðaskrivstovur gera eisini túrar til Mykines, og tey hava ikki fingið boðini um at krevja 100 krónur eyka inn. Eddie Lauritsen, ein av teimum fýra hagastýrisformonnunum í Mykinesi, sigur, at gjaldskipanin og ætlanin um, at allir túrar út í Hólmin skulu verða við ferðaleiðara, vónandi eru komin í rætt lag næsta ár. Tað var stórur spenningur undan klassikaranum millum KÍ og HB í gjár. Nógv fólk vóru til dystin. Ein teirra var Odd Fjallsbak, trúgvur Kí fjeppari, sum hevði abbasonin við til dyst. Tí er tað kærkomið, at Sirið Stenberg, landsstýrikvinna, ætlar at herða reglurnar um útlát frá útlendskum skipum, sum koma til Føroya. Tað heldur Sonni á Horni, borgarstjóri í Fuglafirði, sum fegnast um, at strangari reglur eru á veg. Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, bar seg undan at luttaka í sendingini i kvøld. Hann sigur í stuttari viðmerking í telefonini, at hann kann liva við krøvunum, sum Sirið Stenberg ætlar at áleggja kommununum við lóg. Talið deyðum eftir bumbuspreingingina í Manchester í gjárkvøldið er nú komið upp á 22, í minsta lagi 59 fólk eru særd. Millum teirra, sum doyðu, eru fleiri børn, skriva tíðindastovurnar. Bumban brast í Manchester Arena um hálvgum ellivu tíðina í gjárkvøldið, okkara tíð, har amerikanska sangkvinnan, Ariana Grande, hevði konsert. Greinin heldur fram niðanfyri. Theresa May, forsætisráðharri, hevur boðað til fundar fyrrapartin um trygdarviðurskiftini í Bretlandi. Hon sigur, at talan er um eitt andstyggiligt álop. Parlamentsval verður í Bretlandi 8. juni, og ein talsmaður fyri konservativa flokkin sigur, sambært BBC, at Theresa May fer at hava ein steðg í valstríðnum eftir bumbuatsóknina í gjárkvøldið. Aðrir politikarar ætla eisini at hava ein steðg í valstríðnum. Ein sjónarváttur, sum var á konsertini í Manchester í gjárkvøldið, sigur, at spreingingin var ógvuslig. Vit vóru á veg út, og tá vit komu til dyrnar, var ein stór spreinging. Alt var ein ruðuleiki, fólk róptu og skríggjaðu og tustu í allar ættir, sigur Catherine Macfarlane við Reuters. Manchester Arena, sum er í miðbýnum í Manchester, er bygd í 1995, og kann hýsa 21.000 áhoyrarum. Konsertin við Arianu Grande var júst liðug, tá spreingingin var. Amerikanska sangkvinnan fekk ongan skaða. Sambært BBC News hevur Ariana Grande avlýst allar konsertir, sum hon skuldi hava í øðrum londum. Tað var ein einsamallur maður, sum framdi atsóknina í forhøllini í Manchester Arena í gjárkvøldið, har amerikanska sangkvinnan Ariana Grande hevði konsert. Maðurin skeyt eina spreingiløðing og doyði í atsóknini, upplýsti bretska løgreglan á tíðindafundi fyri løtu siðani. Løgreglan sigur, at 22 fólk eru deyð, teirra millum eru eisini børn, og umleið 60 fólk eru særd. Tað er óvist, um onnur eisini høvdu samband við atsóknina, men gerningsmaðurin var einsmallur í forhøllini í Manchester Arena, sigur løgreglan, ið kannar málið sum eina yvirgangsatsókn. Tey í 6. og 7.flokki í skúlanum á Velbastað arbeiða við ávegisskriving. Yvirskriftin er At ferðast. Tey finna uppá persónar, sum fara at ferðast. Olga, Teitur og Ingibjørg greiða frá. Uppskotið eitur løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi. Fríggjadagin legði Sambandsflokkurin fram sítt uppskot. Tað eitur uppskot til løgtingslóg um fyrisiting av tilfeingi úr sjónum. Hini bæði, tað hjá Sambandsflokkinum og tað hjá samgonguni, fáa fyrstu viðgerð mánadagin. Tey fara eisini í Vinnunevndina, sum so hevur 275 síður um fiskivinnunýskipanir at viðgera. Lidnu vørurnar geva tó framvegis hall, 53 milliónir í fyrsta ársfjórðingi, tí laksurin, sum Bakkafrost keypir frá Bakkafrosti til framleiðsluna, er so dýrur. Málið hjá Bakkafrosti er, at okkurt um helvtin av fiskinum verður brúkt til lidnar vørur. Søluavtalur við føstum prísum um lidnar vørur verða gjørdar fyri hálvt ár ella heilt ár í senn. Bakkafrost hevur gjørt avtalu um lidnar vørur fyri 39 prosent av væntaðu tøkuni tað, sum eftir er av 2017. Fyritøkan hevði eisini eykakostnað í fyrsta ársfjórðingi, tí nýggja virkið á Glyvrum byrjaði og sjey gomul virki lótu aftur. Bakkafrost ætlar at økja virðið á innvølum og øllum avskurði frá laksinum. Bakkafrost ger tí eina nýggja laksamjøls og lýsisframleiðslu á Havsbrún í Fuglafirði. Hon byrjar væntandi seint í ár. Tað kann vera alt frá myndum, ummælum, lýsingum og annað sum er viðkomandi, sigur Karin Djurhuus, forkvinna í Havnar Sjónleikarfelag. Fólkini hjá samgonguni í Fíggjarnevndini mintu landsstýrið á, at neyvan er nóg mikið at hækka útreiðslurnar til rakstur næsta ár hálvtannað prosent umframt tað, sum fer til lønarvøkstur, tá hugsað verður um allar framskrivingarnar og raðfestingarnar, sum samgongan hevur sett sær fyri at fremja. Og landsstýriskvinnan í fíggjarmálum eigur at tryggja, at uppskotið um fíggjarlóg fyri 2018 er innan fyri ásettu karmarnar, sum løgtingið nú hevur samtykt. Tað er neyðugt, hóast vøksturin í rakstrarútreiðslunum er nógv minni enn vøksturin í inntøkunum hjá landinum, siga samgongufólkini í Fíggjarnevndini í álitinum hjá nevndini um játtanarkarmin. Løgtingsskrivstovan hevur nú fingið tvey uppskot um fiskivinnunýskipan. Týsdagin í síðstu viku fekk Løgtingið uppskotið hjá Sambandsflokkinum. Í gjár fekk Løgtingið so eisini uppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni í fiskivinnumálum. Les tey bæði uppskotini í fullari longd her. Ljósið og umstøðurnar inni vóru sera vánaligar, og tí brúkti hann fyri tað mesta eitt myndatól, sum var lætt og skjótt at arbeiða við. Orsøkin var, at andlitið á Trump speglaðist í eini hurð, og at hann tí vísti seg frá eini síðu, sum ikki var uppsett og tilgjørd eins og á hinum myndunum. Endamálið við Sinnisbata er millum annað at bøta um korini hjá teimum sálarsjúku, skipa fyri sjálvhjálparbólkum fyri avvarðandi og kunna um sálarsjúku. Arbeiðið hjá Sinnisbata byrjaði vit at tryggja teimum sálarsjúku ymisk rættindi, og í dag verður nógvur dentur lagdur á fyribyrgingararbeiði fyri børn og ung við sálarligum trupulleikum, siga Róa Midjord, forkvinna og Marjun J. Hentze, næstforkvinna. Theresa May sigur, at atsóknin var andstyggilig. Hon hevði fyrrapartin fund við serligu trygdarnevndina um trygdarviðurskiftini í landinum. Hendan ræðuliga gerðin hevur tvørturímóti víst, at vit standa saman Theresa May Í eini røðu uttan fyri Downing Street nummar 10 eftir fundin, boðaði hon frá, at hon fer til Manchester í dag at tosa við myndugleikarnar har, hvussu støðan skal handfarast. Eins og eftir atsóknina á Westminster Bridge herfyri, legði Theresa May, forsætisráðharri, doyin á, at bretar lata seg ikki kúga av yvirgangi. Greinin heldur fram niðanfyri. Hendan ræðuliga gerðin, sum skuldi skilja okkum sundur, hevur tvørturímóti víst, at vit standa saman. Tað hava vit sæð í Manchester, har fólk seta seg viks fyri at hjálpa øðrum. Fleiri ár við yvirgangi hava víst, at vit boyggja okkum ikki, segði bretski forsætisráðharrin, Theresa May, millum annað í røðuni uttan fyri downing Street nummar 10 Konsertin við Arianu Grande var júst liðug, tá spreingingin var um hálvgum ellivu tíðina í gjárkvøldið. Amerikanska sangkvinnan fekk ongan skaða. Í Heilsu og innlendismálaráðnum kanna tey nú, um neyðugt er at broyta lógina um at flyta heimildina at gera lógir úr Danmark til Føroya, tá málsøkini húsfólkarættur, persónsrættur og arvarættur eru yvirtikin á ólavsøku í 2018. Orsøkin er, at ríkisumboðsmaðurin gjørdi vart við, at sambært hansara tulking var ein villa í lógini. Í lógaruppskotinum stóð, at landsstýrið kann gera millumtjóða avtalur. Tað kann landsstýrið ikki, segði ríkisumboðsmaðurin. Tí uttanríkismál eru ikki yvirtikin. Men føroyska Uttanríkisráðið sigur nakað annað. Tað heldur, at landsstýrið kann gera avtalur við onnur lond enn Danmark, tá málsøki eru yvirtikin. Tá onnur viðgerð var, vildi andstøðan hava málið aftur í nevnd, so lógaruppskotið kundi broytast sambært uppritinum hjá ríkisumboðsmanninum. Annars var talan um brot á stýriskipanarlógina. Men samgongan vildi ikki hava málið aftur í nevnd. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, sigur, at stundir vóru ikki til tess. Bæði tí, at ivi er um spurningin, sum tí skal kannast fyrst, og tí ein broyting í lógaruppskotinum skal til hoyringar. Sirið Stenberg sigur, at verður neyðugt at broyta lógina, verður tað gjørt. Men ikki fyrr enn allar broytingar eru funnar. Talan er um stórt lógarverk. So uttan iva kemur Innlendismálaráðið fram á okkurt, sum neyðugt er at broyta. Yvirtøkan skal ikki vera fyrr enn á ólavsøku 2018, so broytingaruppskot kemur ikki fyrr enn í næstu tingsetu. Løgreglan í Bretlandi hevur handtikið ein 23 ára gamlan mann, sum løgreglan hevur illgruna til hevur samband við yvirgangsálopið í Manchester mánakvøldið. Vit kunnu vátta, at ein 23 ára gamal maður er handtikin har suðuri í Manchester, skrivaði løgreglan í einari fráboðan á Twitter fyri løtu síðani Greinin heldur fram niðanfyri. Bretsku myndugleikarnir siga seg vita, hvør maðurin var, sum framdi atsóknina í forhøllini í Manchester Arena í gjárkvøldið, har amerikanska sangkvinnan, Ariana Grande, hevði konsert. Tað hevur verið óvist, um maðurin var einsamallur um at fremja atsóknina, men nú hevur løgreglan handtikið ein 23 ára gamlan mann, ið verður settur í samband við atsóknina í gjárkvøldið. Scotland Yard kannar, um gerningsmaðurin, hevði samband við nakran yvirgangsfelagsskap. Atsóknin kravdi 22 mannalív, teirra millum eru eisini børn, og umleið 60 fólk eru særd. Bretski sjónleikarin, Sir Roger Moore, sum spældi leiklutin sum loyniligi agenturin, James Bond Agent 007, í til samans sjey filmum er deyður, 89 ára gamal. Tað skrivar familjan hjá Roger Moore í almennari fráboðan á Twitter. Sir Roger Moore doyði eftir stutta sjúkralegu við krabbameini, sigur familjan hjá Moore. Greinin heldur fram niðanfyri. Tað er við tungum hjørtum, at vit mugu kunngera, at pápi okkara, Sir Roger Moore, doyði eftir stutta sjúkralegu við krabbameini, skrivar familjan millum annað í fráboðanini. Sir Roger Moore spældi leiklutin sum James Bond Agent 007 í til samans sjey filmum frá 1973 1985. Fyrsti filmurin í røðini var Live and Let Die, tann síðsti A View to a Kill. Bretski Sir Roger Moore, sum hevði leiklutin sum 007 agenturin, James Bond, er deyður eftir stutta sjúkralegu við krabbameini, upplýsir familjan í fráboðan í dag. Roger Moore hevði leiklutin sum James Bond í sjey filmum árini frá 1973 1985. Her eru brot úr teimum sjey filmunum við Roger Moore í leiklutinum sum James Bond. Aksel V. Johannesen, hevur sent út smkenslurit eftir yvirgangsatsóknina í Manchester mánakvøldið, sum higartil hevur kravt 22 lív. Hetta álopið vísir, at tað er einki mark fyri óhugnaligum álopum. Børn vóru ímillum tey dripnu. Ósek og meinaleys børn. Men vit mugu ikki fella í fátt. Vit mugu halda fast við okkara grundleggjandi virði og virka treytaleyst út frá teimum, hóast vitloysingar vilja hava tað øðrvísi. Okkara tankar eru við teimum deyðu, særdu og teirra nærmastu. Føroyar hava eitt sterkt søguligt tilknýti til Bretland, og tað er við tí í huga, at eg vegna Føroya fólk og landsstýrið fari at senda Theresa May, bretska forsætisráðharranum, samkensluskriv. Seinnapartin eru tvey fólk aftrat tikin. Tey vórðu tikin í tveimum ymsum býarpørtum í útriðini av Manchester. Hvat tey eru undir illgruna fyri, verður einki sagt um. Samstundis sigur løgreglan seg hava framt eina skipaða spreinging í øðrum av býarpørtunum, samstundis sum handtøkan var. Løgreglan hevur enn einki sagt um, hví tey eru tikin, og um tey hava nakað samband við atsóknina í gjárkvøldið. Maðurin sum framdi atsóknina í gjárkvøldið, doyði í atsóknini. Nógv bendir á, at løgreglan visti hvør hann var, men vil enn ikki siga nakað um mannin. Millum tey 22 deyðu eru nógv børn og ungdómar, sum vóru á konsertini. Manchester Arena er størsta høllin í Bretlandi og millum tær størstu í ES, har er pláss fyri 21.000 áhoyrarum. Høllin lat upp í 1995, og varð ætlað at hýsa olympisku leikunum í 2.000, sum Manchester kortini ikki fekk. Í fjør vórðu seld 850.000 atgongumerkir til ymisk tiltøk í stóru høllini. Bretski forsætisráðharrin heitti fyrrapartin á bretska fólkið um at standa saman, og ikki lata seg kúga av slíkum atsóknum, sum hon málbar seg. May boðaði samstundis frá, at løgreglan kannar, um maðurin var einsamallur um atsóknina, ella um onnur vóru við. Fyri 30 árum síðani livdu kvinnurnar í miðal næstan sjey ár longur enn menninir. Nú er munurin minkaður niður í knappliga fimm ár. Sjey løgtingsfólk úr samgonguni og andstøðuni biðja Løgtingið broyta lógina um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti og botnfiski í Barentshavinum í 2017, sum kom í gildi 1. januar. Tey vilja hava við í lógina, at tann, sum brýtur ásetingina í lógini um føroysku sáttmálarnar, skal revsast við sekt ella fongsli upp í tvey ár. Vit kunnu ikki útiloka, og ein stórur bólkur av fólkum møguliga hevði tilknýti til atsóknina í Manchester mánakvøldið, segði Theresa May, forsætisráðharri, eftir ein fund við trygdarnevndina, Cobra, í gjárkvøldið. Samstundis hevur bretski verjumálaráðharrin givið boð um, at bretskir hermenn kunnu hjálpa løgregluni í sínum arbeiði. 5.000 hermenn hava fingið boð um at skipa fyri vaktarhaldi á týðandi almennum støðum. Hetta er fyrstu ferð síðani 2003, at bretski herurin hevur fingið boð um at halda vakt. Tá ljóðaði, at limir í al Queda høvdu ætlanir um at søkja at einum flogfari hjá British Airlines. Ikki síðani í 2007 er tilbúgvingin sett upp á hægsta stig, og tað er bara hent tvær ferðir fyrr. Myndugleikarnir bera ótta fyri, at fleiri hjálptu 22 ára gamla Salman Abedi, tá hann søkti at konserthøllini í Manchester, og at hini kunnu søkja at málum í Bretlandi. Bretsk bløð skriva, at yvirgangsmaðurin kom til Bretland úr Libya, áðrenn hann framdi atsóknina, og bretska løgreglan roynir nú at fáa greiðu á, um hann lørdi at gera bumbur, meðan hann var í Libya. Frakland skal verða verandi í undantaksstøðu eitt hálvt ár afturat í minsta lagi. Tað ætlar nývaldi forsetin í Fraklandi, Emmanuel Macron. Landið hevur verið í undantaksstøðu síðani yvirgangsálopið í Bataclan í november mánað í 2016, tá ein yvirgangsatsókn kravdi 130 lív og særdi útivið 400 onnur fólk. Fransk forsetin, Emmanuel Macron, vil nú hava undantaksstøðuna í Fraklandi longda í kjalarvørrinum á atsóknini í Manchester í Bretlandi í gjár, tá 22 fólk vórðu myrd. Boðini koma eftir ein fund í gjár, tá trygdarviðurskiftini í landinum vórðu umrødd. Lógirnar skulu eisini broytast, so Frakland er betri vart tá undantaksstøða ikki er lýst. Sólbjørg er løgfrøðingur og starvast dagliga í Ankestyrelsen, umframt, at hon situr í fleiri nevndum fyri Venstre. Hon hevði upprunaliga ætlað sær at stilla upp til Kommunuvalið um fýra ár, men borgarstjóravalevni hjá Venstre í Aalborg spurdi hana leygardagin um at stilla upp í ár. Sólbjørg tók av, og hon er harvið yngsta kvinnan á listanum. Alt er vorðið meira tøkniligt í dag, og tískil fór Miðlahúsið eisini undir at hava talgilt tíðindi fyri 20 árum síðani. Men, blaðið livir framvegis og kemur út tríggjar ferðir um vikuna. Eirikur Lindenskov, blaðstjori, lítur aftur á onkra gamla søgu og greiðir frá søguni hjá blaðnum. Henda trio umboðaði Svøríki á tiltakinum Young Nordic jazz comets í 2009, og Naoko vann vann heiðurin sum besti solistur hetta árið. Í løgtinginum leikaði hart á, tá ið samkynt hjúnalag aftur kom á skrá. Andstøðan bardist við hond og fót ímóti, og misálit varð reist, men alt til fánýtis. Hvat er hesin ógvusligi kampurin tekin um Skúlaskipanin eggjar til hægri lesnað, og flest ung fara bókliga vegin. Hví man tað vera Minkar prestisjan hjá handaligu fakunum, og er samfelagið um at verða ov akademiserað Eingin politikari er nakrantíð viðfarin verri ella meira órættvíst, sigur Donald Trump, amerikanskur forseti. Vit spyrja, hví Trump er so nógv á breddanum, og um hann man halda alt skeiðið. Suni Poulsen, sálarfrøðingur, Marna Jacobsen, ritstjóri, og Sigri Gaini, kandidatur í pedagogiskari filosofi, kjakast og reflektera um aktuell evni. Til samans 64 fólk fáa lívsneyðuga viðgerð á sjúkrahúsum í Bretlandi eftir yvirgangsatsóknina í Manchester mánakvøldið, tá ein bumba brast á einari konsert. Tað upplýsir John Rouse hjá Greater Manchester Health and Care fyri Sky News í morgun. Støðan hjá 20 fólkum er álvarslig siga heilsumyndugleikarnir sambært Sky News. Myndugleikarnir í Bretlandi hava kunngjørt nøvnini á nøkrum fólkum, ið lótu lív í yvirgangsatsóknini. Yngsta ofrið var ein bara átta ára gomul genta. Bretsku myndugleikarnir siga seg vita, hvør maðurin var, sum framdi atsóknina í forhøllini í Manchester Arena mánakvøldið, har amerikanska sangkvinnan, Ariana Grande, hevði konsert. Tað hevur verið óvist, um maðurin var einsamallur um at fremja atsóknina, men í gjár handtók løgreglan handtikið ein 23 ára gamlan mann, ið verður settur í samband við atsóknina. Scotland Yard kannar um gerningsmaðurin hevði samband við nakran yvirgangsfelagsskap. Atsóknin kravdi 22 mannalív, teirra millum eru eisini fleiri børn. Tað samtykti meirilutin í býráðnum í gjárkvøldið. Broytingin í reglugerðini um grundstykki er tann, at fólk, sum ikki búgva í Tórshavnar kommunu, kunnu fáa grundstykki í kommununi við lutakasti. So verður stykkið lagt til viks í eitt ár. Er tann, sum hevur fingið stykkið, ikki fluttur í Tórshavnar kommmuna, tá eitt ár er farið, fær onkur annar stykkið. Hetta er ikki bara galdandi fyri fólk í útbúgving, men fyri øll. Fólk skulu rinda helvtina av tí, sum grundstykkið kostar, í veð, depositum, sum so verður goldið aftur, um umsøkjarin ikki er fluttur í kommununa innan eitt ár. Ein minniluti í Fíggjarnevndini hjá býráðnum, Heðin Mortensen og Tróndur Sigurðsson, mælti til, at bara fimta hvørt stykki, 20 prosent, í einari útstykking kann seljast fólki, sum ikki býr í Tórshavnar kommunu. Tað fekk ikki meirluta á býráðsfundinum í gjárkvøldið. Masa ella Thomasia Carolina Marin Súsanna Pedersen, sum hon eitur, er fødd og uppvaksin í Vági, men flutti til Danmarkar, til Ærø, í 1947. Nú er danskur filmur gjørdur um Masu, sum greiður frá lívi sínum. Í september í fjør gjørdi Fuglafjarðar kvøldskúli saman við Norrøna felagnum, eina ferð til Skotlands og Orknoyggjarnar við Steffan Stumman Hansen sum ferðaleiðara. Niels Midjord hevði droymt um at sleppa til Skotska hálandið og oyggjarnar at syngja kingo, tí tað er so nógv, sum bendir á, at kingosangstílurin upprunaliga kemur haðani. Tá ið hann frætti um hesa ferðina, setti hann seg í samband við Stumman Hansen, og ynskti at kombinera teirra ferð við eina konsertferð hjá teimum báðum Eilini Hansen. Stumman Hansen dámdi væl hugskotið, tey fóru við og hildu fimm konsertir á ferðini, millum annað sungu tey í stóru dómkirkjuni, St. Magnus í Kirkwall, sum er uppkallað eftir einum jalli í Orknoyggjunum, ið varð dripin á ungum árum og síðan lýstur halgimenni. Tað er sami maður, sum Kirkjubømúrurin eitur eftir. Eitt annað dømi um tætta sambandi suðureftir beint eftir víkingatíðina. Við á ferðini var eisini systirsonur Niels, Olivar Olsen, sum tók konsertina upp, og báðir hava klipt filmin. Peningurin skal takast av kontoini, ið skuldi nýtast til at fyrireika nýtt kampus. Tað váttar Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetrinum, fyri útvarpinum. Neyðugt er at inrætta bygningin, so hann kann nýtast til fróðskaparsetur, nú ætlanin er, at Sjúkrarøktarfrøðideildin og Náttúruvísindadeildin á setrinum skulu flytast í Sjóvinnuhúsið á Vestaru bryggju í Havn. Leigusáttmálin millum Tórshavnar kommunu og Fróðskaparsetrið og Mentamálaráðið var fyri á býráðsfundi hjá Tórshavnar býráði týskvøldið. Í fundarskránni stendur Setrið skal standa fyri tillagingum á 2, 4 og 5 hædd í Sjóvinnuhúsinum, og Tórshavnar havn skal standa fyri at gera fyrilestrarsalin í siloini lidnan. Leigusáttmálin er ikki undirskrivaður enn, men í fundarskránni stendur, at samlaða leigan, tá liðugt er at flyta inn, verður góðar 4.573.000 krónur um árið, slakar 381.000 um mánaðin Hesir pengarnir skulu millum annað takast frá kontuni, sum skuldi nýtast til at fyrireika nýtt kampus. Á henni eru settar átta milliónir krónir av í ár og 10 milliónir næsta ár. Til hevur ikki borið hjá útvarpinum at fingið innlit í leigusáttmálan. Tí er ikki greitt, hvussu leingi Setrið ætlar at leiga Sjóvinnuhúsið, men um Setrið leigar Sjóvinnuhbúsið í 10 ár, verður kostnaðurin til samans 55 milliónir krónur. Hetta halda Náttúruvísindadeildin, og Sjúkrarøktarfrøðideildin, sum hava mótmælt, at deildirnar skulu flyta í Sjóvinnuhúsið, er ein óneyðuga dýr loysn. Tey mæla í skrivi til stýrið fyri Fróðskaparsetrið til eina loysn, sum sambært teimum er 42 milliónir krónur bíligari. Og tað er at byggja eina undirvísingarlon á Frælsisvøllin fyri umleið 10 12 milliónir krónur. Haraftrat mæla tey til ókeypis at yvirtaka undirvísingarlonina í Hoydølum, sum Mentamálaráðið eigur, tá miðnámsskúlanæmingarnir eru fluttir niðan á Marknagil. Við báðum lonunum kunnu 32 høli fáast til vega fyri 13 milliónir krónur samanlagt, meta tey í skrivinum. Í juni 2016 fekk Rigmor Dam, landssstýriskvinna í mentamálum handað álit um millum annað nýtt kampus. Tá varð lagt upp til, at Fróðskaparsetrið skuldi vera á Frælsinum, Nóatún og Debesartrøð. I einum øðrum skrivi, útvarpið hevur fingið innlit í, frá fundi á Náttúruvísindadeildini tann 10. mai um flytingina í Sjóvinnuhúsið, vísir starvsfólk á deildini á, at tað hevur týdning at finna eina so bíliga fyribilsloysn sum gjørligt til eitt nýtt kampus stendur klárt, tí sparingar longu hava verið framdar á Setrinum. Í staðin fyri nevndu bíligu hølismøguleikarnar, so hevur leiðslan á Fróðskaparsetri Føroya saman við Mentamálaráðnum læst seg fæstan í eina dýra og vánaliga loysn, nevniliga Sjóvinnuhúsið. Henda kostnaðarmikla raðfesting er ikki løtt at skilja, tá upphæddir til leysalærarlønir og próvtøkur í Havlívfrøði, Mýlalívsvísindi, Vistfrøði, Orkuverkfrøði og KTverkfrøði hava verið og verða skerdar í ólukkumát. Ja so nógv, at útbúgvingarnar við vissu verða dygdarlækkaðar og fráfallið fer at hækka. Náttúruvísindadeildin og Sjúkrarøktarfrøðideildin hava víst á, at hølisviðurksiftini í Sjóvinnuhúsinum eru ikki hóskandi til hesar útbúgvginar. Eitt nú er ikki møguleiki fyri at innrætta smærri skrivstovur sonevndar einsærisskrivsstovur og pláss er ikki er fyri virkisstovu í lívfrøði. Á Náttúruvísindadeildini ásanna tey tó, at hølistrot er á Fróðskaparsetrinum, tí talið av útbúgvingum, studentum og starvsfólki er vaksið tey síðstu árini. Hinar deildirnar á Fróðskaparsetrinum, sum útvarpið hevur tosað við, vísa á, at stórt hølistrot er á Setrinum. Setrið húsast í 10 ymiskum bygningum í løtuni. Tí er neyðugt at finna eina loysn uppá hølistrupulleikarnar. Men Náttúruvísindadeildin heldur ikki, at allir møguleikar eru troyttir. Í skrivinum frá fundinum á Náttúruvísindadeildini verður eisini skotið upp, at maritimu stovnarnir, Havstovan og Vinnuháskúlin, kundu verðið spurdir, um teir vildu farið oman í Sjóvinnuhúsið, so Fróðskaparsetrið kundi flutt inn, har teir húsast. Henda flyting, um framd í verki, hevði verið savnandi og mennandi fyri Fróðskaparseturlandsins eins og fyri maritimu útbúgvingarnar og virksemi tjóðarinnar, stendur í fundarskrivinum. Bretska løgreglan hevur tikið tríggjar mans, so nú eru fýra mans tiknir. Men enn er ógreitt, um teir hava nakað við yvirgangsatsóknina at gera. Ein av teimum tiknu er bróðir til 22 ára gamla mannin, sum framdi atsóknina á einari konsert í Manchester mánakvøldið, tá 22 fólk lótu lív og 64 onnur vórðu særd. Bretski innanríkisráðharrin sigur, at tað er ivasamt um 22 ára gamli maðurin var einsamallur um atsóknina. Í gjárkvøldið hækkaðu myndugleikarnir yvirgangstilbúgvingina upp á hægsta stig. Tað gjørdu bretsku myndugleikarnir, tí vandi er fyri meir yvirgangi í landinum. Tað boðaði bretski forsætisráðharrin, Theresa May, frá í gjárkvøldið. Vit kunnu ikki útiloka, at ein stórur bólkur av fólkum møguliga hevði tilknýti til atsóknina í Manchester mánakvøldið, segði hon eftir ein fund við trygdarnevndina, Cobra. Vit missa fleksibilitetin í fiskidagaskipanini, fáa verri møguleikar at leggja okkara virksemi til rættis og missa harumframt grundleggjandi møguleikan hjá einhvørjari fyritøku at vaksa. At flyta partar av Setrinum í Sjóvinnuhúsið er ein óneyðuga dýr loysn, og ongar haldgóðar grundgevingar eru givnar fyri, hví loysnin verður vald framum loysnina við bíligari undirvísingarlonum á Frælsinum. Tað sigur Náttúruvísindadeildin á Setrinum millum annað í skrivum til leiðsluna á Setrinum. Hølistørvurin og alternativar loysnir uppá plásstrotið á Setrinum er ikki kannað nóg væl, heldur deildin. Samskifti hevur verið millum Náttúruvísindadeildina og leiðsluna á Setrinum um eina alternativa loysn til hølistrupulleikarnir hjá Setrinum, heldur enn at flyta Náttúruvísindadeildina og Sjúkrarøktarfrøðideildina í Sjóvinnuhúsið. Náttúruvísindadeildin vísir í fleiri teldupostum til leiðsluna á, at ein betri og, sambært teimum, nógv bíligari loysn hevði verið at bygt eina undirvísingarlon á Frælsisvøllin og haraftrat ókeypis at yvirtaka undirvísingarlonina í Hoydølum, sum Mentamálaráðið eigur. Við báðum lonunum kunnu 32 høli fingist til vega. Tað fer, sambært teimum, at kosta 13 milliónir í mun til ætlanini at flyta í Sjóvinnuhúsið, ið fer at kosta 10 milliónir at innrætta og haraftrat 4,5 milliónir í leigu um árið 55 milliónir yvir 10 ár. Hetta er ikki bara eitt leyst hugskot sum Náttúruvísindadeildin kemur við, tí deildin hevur sent fleiri teldupostar til setursleiðsluna um ymsar lonarloysnir. Viðheftir eru faldarar til veitarar av slíkum lonum, og kostnaðarútrokningar, sum millum annað fevna um mettan kostnað fyri flutning, turrlegging av Frælsisfløtuni og grund. Náttúruvísindadeildin vísir á, at við lonarloysnini verður undirvísingarvirksemið savnað á økinum við Frælsið, og at hetta er í nógv betri tráð við ætlanunum, sum Setrið og Mentamálaráðið hava havt um at gera kampus á Frælsinum, og savna alt virksemið har. Deildin vísir í telduposti eisini á, at ein fyrimunur, við at velja lonarloysn, er tann, at til ber at byggja út so hvørt hølistørvurin økist, og møguleiki er eisini fyri við tíðini at byggja út og møguliga at byggja lonirnar upp í Venjingarskúlan, sum verður tómur um nøkur ár. Tað tykist sum, at leiðslan hevur verið jalig um alternativ hugskot til Sjóvinnuhúsið. Í aftursvari um lonarloysnurnar takkar leiðslan fyri áhugan og hugskotini til aðrar loysnir. Í telduposti vísir leiðslan á bæði fyrimunir og vansar við Sjóvinnuhúsinum. Har sæst, at Setrið fær nógv fleiri fermetrar í Sjóvinnuhúsinum, nevniliga smáar 4.000 mótvegis 1.200 í lonunum. Men talið av undirvísingarhølum verður nærum tað sama millum 10 14. Tó verður møguleiki fyri nógv fleiri skrivstovum í Sjóvinnuhúsinum. Hóast hetta samskifti heldur Náttúruvísindadeildin seg ikki hava fingið eina haldgóða grundgeving fyri, hví hendan loysnin, ella ein onnur alternativ og bíligari loysn ikki er vald í staðin fyri, at Sjóvinnuhúsið annað enn at avgerðin er tikin av setursleiðsluni í tøttum samstarvi við Mentamálaráðið. Náttúruvísindadeildin viðurkennir, at stórt høllistrot er, men vísir á, at ongin kanning av hølunum hjá Fróðskaparsetrinum, er gjørd i seinastuni. Tað kundi hugsast, at hølini kundu nýtast betur, og ein kanning eigur at verða gjørd, fyri at finna bestu loysnina uppá hølistrotið, skrivar deildin í skrivi. Næmingar í 7.flokki eru við í spæliliði. Tey hava til uppgávu at vera saman við børnum í 1.2. og 3.flokki í fríkorterinum, har tey skipa fyri spølum. Mikudagin fingu, tey sum hava verið við í spæliliðnum í ár prógv, sum Annika Olsen borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu handaði. Sanna og Jónas úr 7.flokki í Eysturskúlanum í Havn greiða frá. Eisini siga børn í 2.flokki sína hugsan. Tey avvarðandi eru kunnað, og rættarmedisinsku kanningarnar fara at taka nakrar dagar, tí so nógv eru deyð. Síðani verða nøvn sett á, sigur løgreglan. Bretskir miðlar hava longu almannakunngjørt nøvnini á tíggju av teimum, sum lótu lív í yvirgangsatsóknini. Tann yngsti er ein átta ára gomul genta. 119 fólk vórðu særd í atsóknini mánakvøldið, og hava fingið viðgerð á sjúkrahúsum í Manchester. 64 fólk eru framvegis á sjúkrahúsi. Í gjár varð ein 23 ára gamal maður tikin, og í dag eru trý fólk tikin aftrat. Fleiri húsarannsóknir eru gjørdar, og yvirgangsfelasskapurin Islamskur Statur hevur átikið sær skyldina av atsóknini. Virðið á fiskinum minkaði 12 prosent. Tað var 214,2 milliónir krónur. Toskur og hýsa minkaðu bæði 14 prosent í tonsum og upsin seks prosent. Lítið verður gjørt av at taka rogn og livur við til lands. Tonsini vóru 34 í fjør, men bara ein triðingur, 11 tons, fyrsta fýra mánaðir í ár. Armenia er eitt mentanarliga spennandi land. Jazzur er høgt í metum í landinum, og tónleikarar leggja seg eftir at blanda tónleikasløg saman, ofta við armenskum fólkatónleiki. Hoyr sendingina her Tað fer at kosta onkustaðni millum 10 og 20 milliónir krónur afturat um árið at hava eftirlit við fiskiskapinum, tá broytingarnar í fiskivinnunýskipanini eftir ætlan koma í gildi á nýggjárinum. Tað metir Elmar Højgaard, stjóri á Vørn, sum serliga væntar munandi eftirlitisarbeiði, tá kvotuskipanin avloysir fiskidagaskipanina. Sambært Elmari Højgaard er ein grundleggjandi fortreyt fyri einum nøktandi eftirliti við eini komandi kvotuskipan, at bæði skipini sigla alt árið. Stjórin manglar tí eina manning til Tjaldrið. 41 ára gamla Tjaldrið liggur bundið við kei helvtina av árinum, og átrokandi neyðugt er við einum avloysaraskipi, sigur Elmar Højgaard. Stórur áhugin er fyri fólkaatkvøðuni um eina føroyskan stjórnarskipan, sum verður flaggdagin næsta ár. Níggju av tíggju veljarunum ætla sær á val. Kanningin vísir eisini, at ein stórur meiriluti av veljarunum, 57 prosent, halda, at tað er týdningarmikið, at Føroyar fáa egna stjórnarskipan. 25 prosent av veljarunum halda ikki, at tað er týdningarmikið, at Føroyar fáa egna stjórnar skipan, meðan 19 prosent hava ikki tikið støðu. At halda andstøðuna uttanfyri kann bara geva baksláttur og hava við sær, at ein nýggj fiskivinnuskipanin verður broytt aftur eftir næsta løgtingsval. Teir kunna ikki koyra eina nýggja skipan ígjøgnum við 17 atkvøðum, um teir hava allar 16 standandi á einum fronti hinumegin. Tí so er bara ein spurningur um at fáa løgtingsval, so verður alt broytt aftur, sigur Jørgen Niclasen, Trý uppskot um fiskivinnunýskipan verða nú løgd fyri vinnunevndina í Løgtinginum. Eitt uppskot hjá samgonguni, eitt hjá Sambandsflokkinum og eitt hjá Fólkaflokkinum. Jørgen Niclasen vónar, at tað eyðnast at finna eina semju millum øll hesi uppskotini. At Bústaðir royna møguleikan við byggimodulum uttanlands, fer at hava við sær, at trýstið á byggivinnuna í Føroyum minkar, og tað fer eisini at ávirka kostnaðarstigið í byggivinnuni. Jørgen Niclasen vildi hava at vita, um landsstýriskvinnan hevur góðkent, at Bústaðir hava gjørt avtalu við eina danska byggifyritøku um at standa fyri byggiætlanini í Mattalág í Havn. Kristina Háfoss svarar, at Bústaðir í fleiri ár royndi at koma á mál við byggiætlanini í Mattalág í Havn, men tað hevur ikki eydnast. Tí bleiv ein loysn vald við einum donskum veitara, soleiðis leiguíbúðirnar verða bygdar skjótt og bíligari. Sami veitari, sum bygir í Mattalág, fer eisini at byggja 18 íbúðir til Bústaðir á Karlamagnusarbreyt í Hoyvík, sum vera sama slag sum íbúðirnar í Mattalág. Av hesum verða 12 vardar íbúðir. Av tí at tørvurin er so átrokandi, og at veitarin kann lata byggimodulini eftir stuttari tíð, hava Bústaðir avgjørt, at sami veitari skal gera arbeiðið, sigur Kristina Háfoss. Tað er órímiligt fíggjarliga, at tey 100.000 tonsini av fiskavørum, sum vera framleidd í Fuglafirði árliga, verða flutt eftir landsvegnum til Havnar at verða avskipað. Afturáaftur send beinleiðis úr Reykjavík og nemur hesi ferð við farnu vikurnar bæði í Føroyum og Íslandi ferðavinnu, oljuvinnu og heimsins eydnusamasta land. Hvør er søgan um Saltsiluna, hvørjir eru møguleikarnir, og hvat siga vit um arkitekturin, eru nakrir av spurningunum, vit fara at venda, nú Mentanarcaf in varð send beinleiðis av Saltsiluni á Drelnesi. Vit hitta Ólav Rasmussen, stigtakara og samskipara, sum sigur okkum um søgu og framtíðarætlanir, vit fara upp í tornið við Albert Isfeld, sum er arkitekturin handan umvælingina og umbyggingina, hitta Trygva Sondum og Margith Holm Jacobsen, sum sóu, tá silan varð bumbað av týskum flogfari í 1941, og tosa við Jacob Haugaard, sum saman við beiggja sínum skrivar eina Suðuroyaroperu til Saltsiluna. Vit hitta eisini systkini Katrin og Róa Einarson, sum bæði eru virkin listafólk, eins og listakvinnuna Vígdis Sigmundsdóttir. Tróndur Enni sigur frá um studio, sum hann hevur gjørt í einum gomlum hjalli a Tvøroyri, Jana Jensen greiður frá um ætlaninar við víkingaskipi og víkinganeysti, Annika Jungehau sigur frá um Víkingadagarnar, meðan Páll Lave, arkitektur, nemur við spurningin, um arkitekturur og estetikkur kunnu ganga hond í hond við stórar vinnubygningar. Livandi tónleikur er eisini á palli, og spennandi og forkunnuga Musikcaf ini verður mannað av Froðbiar Sóknar Bluesorkestri trashbólkinum Asyllex Tróndi Enni og Lív Næs Hamradun Hans Jacob Hjelm og Tvøroyrar Hornorkestri. Tú kanst hoyra sendingina her Tveir granskarar á Heilsufrøðiligu starvsstovuni, Debes H. Christiansen og Petra E. Petersen, hava saman við granskarum úr Noregi og Skotlandi prógvað, at ikki sjúkuelvandi ILA virus undir røttum umstøðum kann broytast til sjúkuelvandi ILA virus. ILA er sjúka, sum laksur fær. Granskingin er gjørd á Heilsufrøðiligu starvstovuni í samstarvi við Veterinærinstituttet í Oslo og Marine Scotland Science í Aberdeen. Hetta er fyrstu ferð, at granskarar prógva, at eru umstøðurnar tær røttu, kann sjúkuelvandi ILA virus broytast til sjúkuelvandi ILA virus. Umráðandi er at lata smoltstøðir og alibrúk á sjónum vera óbrúkt eina tíð at forða fyri at ikki sjúkuelvandi virus mennist til sjúkuelvandi virus. Bara Apoteksverkið hevur loyvi til at innflyta heilivág í Føroyum. Men posteftirlitið hjá TAKS finnur so at siga hvønn dag heilivág, sum fólk hava keypt á netinum. Frá hósdegnum í næstu viku fáa hesi fólk sekt fyri at innflyta heilivág, upplýsir TAKS. TAKS upplýsir ikki, hvussu stór sektin er. Tað er eisini galdandi fyri tað, sum verður brúkt til elektroniskar sigarettir. Er talan um heilivág, verður sendingin latin løgregluni, sum síðani setir seg í samband við móttakaran og avgreiðir málið við hann. TAKS kunnar móttakaran um hetta fyrst. Er onnur vøra umframt heilivágin í sendingini, verður hon útflýggjað, tá løgreglan er liðug at viðgera málið. Heilivágurin verður fyribeindur. Forlagið Sprotin gav út bókina í 2015, Edward Fuglø hevur gjørt kápumyndina til føroysku útgávuna. Sonja Kjølbro hevur staðið fyri umbótingini. Tvey av teimum tiknu, ein maður og ein kvinna, eru latin leys aftur, men løgreglan hevur framvegis átta mans í varðveitslu, og teir skulu allir avhoyrast í málinum, sigur løgreglan í Manchester. Tað er av stórum týdningi fyri kanningararbeiðið, at so nógv fólk eru tikin. Tað sigur politiovastin, Ian Hopkins, sambært sjónvarpsstøðini, Sky News . Samstundis verður dentur lagdur á, at tað gongst væl við kanningararbeiðinum, og allir møguleikar verða kannaðir. Løgreglan heldur, at enn eru fleiri fólk leys, sum hava eitthvørt við atsóknina at gera. 22 fólk, nógv av teimum ungfólk, lógu eftirá í atsóknini mánakvøldið, og yvir 70 fólk eru framvegis á sjúkrahúsi, teirra millum eru fleiri illa løstað. Løgreglan hevur fyrr almannakunngjørt, at 22 ára gamli Salman Abedi, sum var bretskur ríkisborgari, ið saman við foreldrunum kom úr Libya, framdi atsóknina. Landsstýrismaðurin í Uttanríkis og Vinnumálum, Poul Michelsen, fekk mikudagin eitt tilmæli um, hvussu eitt mannarættindaráð kann verða skipað í Føroyum. Føroyar hava oftari enn eina ferð fingið viðmerkingar frá serfrøðinganevndunum hjá ST um, at Føroyar ikki hava ein óheftan eftirlitsstovn á mannarættindaøkinum. Nýggja ráðið skal fylgja við mannarættindastøðuni í landinum og lýsa hana, geva almennum myndugleikum ráð og arbeiða saman við stovnum, felagsskapum, skúlum, Fróðskaparsetrinum og øðrum. Ráðið skal serliga leggja dent á rættindini hjá teimum, sum bera brek. Í arbeiðsbólkinum, sum gjørdi álitið um mannarættindaráðið, vóru Bárður Larsen, adjunktur í løgfrøði á Fróðskaparsetrinum, Súsanna Nordendal, fulltrúi í Almannamálaráðnum, Gudrun Nolsøe, fulltrúi á Lógartænastuni á Løgmansskrivstovuni og Margretha Nónklett, fulltrúi í Uttanríkis og Vinnumálaráðnum. Farstøðin á Eystaru bryggju í Havn skal umbyggjast. Tað hevur býráðið samtykt. Hvørt ár fara 400.000 ferðafólk um farstøðina og talið vaksandi. Hetta eru fólk, sum ferðast við Norr nu ella Smyrli. Av tí at plássið er avmarkað at byggja á, má trupulleikin loysast í verandi farstøð, sum verður umbygd, so fermetratalið tvífaldast, so ferðafólk kunnu bíða innandura. Tað fer ikki óátalað aftur við borðinum, at broytingarnar í hjúnabandslógini nú týsdagin koma til triðju og seinastu viðgerð í Løgtinginum. Ein felagsskapur av fólki, sum umboðar samkomur og kirkjur í Føroyum, rópar nú varskó, áðrenn hjúnabandslógin fer til triðju og seinastu viðgerð týsdagin. Endamálið er at vísa Føroya Løgtingi okkara støðu til ætlaðu broytingarnar í hjúnabandslógini, siga stigtakararnir millum annað í fráboðan á Facebook um mótmælistiltakið. Biskupur er í síni trúgv gróðursettur í tí klassisku fatanini av hjúnalagnum, at tað er liður í Guðs skapan og ein skipað samvera millum mann og kvinnu, siga stigtakararnir. City Church í Havn hevur bjóðað hjúninum til Føroya at prædika. Sambært Dánjali Petersen og Tom Jacobsen úr City Church, prædika tey á ein øðrvísi hátt. Tey eru ógvuliga livandi og frísk. Joel ferðast nógv til Evropa og Amerika at prædika, meðan Savannah ferðast meira í Afrika og Asia. Oyggjadagurin, sum ætlanin var at hava í morgin, leygardagin 27. mai er avlýstur. Tað boðaði Tórshavnar kommuna frá á heimasíðuni, torshavn.fo , fyri løtu síðani. Vegna útlit fyri regni og vánaligum sýni er Oyggjadagurin avlýstur í morgin. Peningur fyri ferðaseðlar verður endurgoldin hjá Visit Tórshavn, skrivar kommunan. Oyggjadagarnir, har høvið er at vitja allar oyggjarnar í Tórshavnar kommunu, hava verið vælumtóktir. Í fjør vórðu allir túrarnir til oyggjarnar útseldir. Eiler Johannesen, Páll Midjord og Erland Rasmussen fara saman við fleiri øðrum at spæla til Syngið við í Vesturkirkjuni leygardagin klokkan 20. Okkurt um 140 jarðarferðir eru í Havn um árið. Kirkjugarðurin verður víðkaður 33.000 fermetrar millum Glyvursveg, Vegin í Vika og Sandá. Fleiri bilpláss skulu eisini gerast. 100 bilpláss vera í fyrsta umfari. Útbyggingin er mett at kosta millum 23 og 25 milliónir krónur. Tey, sum leiga traðir frá kommununi, missa tær, nú kirkjugarðurin skal úbyggjast. 3,8 milliónir krónur verða játtaðar í ár og fýra milliónir um árið, árini 2018 til 2023. Ægir kvinnurnar úr Klaksvík vístu eisini, at tær eru sera væl fyri, tí tær skavaðu meira enn eitt sekund av metinum í 4x100 m. blandað, sum tær sjálvar áttu frammanundan. Kappingin er í tríggjar dagar, og tí verður aftur kappast í dag og í morgin. Innleiðandi riðlarnir fóru ígongd klokkan 09.30 í morgun. 60 prosent av føroyingum virða ikki ásettu hámarksferðina á landsvegunum, og koyra skjótari enn teir loyvdu 80 kilometrarnar um tíman millum bygda. Tað er niðurstøðan í nýggjari kanning hjá Ferðslutrygd. Tað eru serliga á beinum strekkjum og tá yvirhálað verður, at ferðin fer upp um 80 km t sigur Ferðslutrygd. 47 prosent av føroyingum siga seg halda hámarksferðina, sambært kanningini. Talið er vaksið støðugt tey síðstu fimm árini sambært nýggju kanningini. Uppskotið hjá Sambandsflokkinum um fiskivinnunýskipan var lagt fyri Løgtingið fyrradagin og uppskotið hjá samgonguni var lagt fram í gjár. Viðgerðin byrjar í komandi viku, men hvørjir eru møguleikarnir fyri semjum tvørtur um ymisku partarnar Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og samgonguna. Tað sleppa oddamennirnir handan uppskotini at svara uppá. Seinni í sendingini skifta vit orð við ein heimspeking og ein stjórnmálafrøðing um, hvussu konservativ politisk ideologi skal skiljast í dag. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum heldur fast í upprunaliga politikkin hjá landsstýrinum, hóast bæði Fíggjarmálaráðið og BankNordik ávara um at koyra útlendingar út. Fiskivinnunýskipanaruppskotið hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum kemur til 1.viðgerð í Løgtinginum mánadagin. Harðar atfinningar eru ímóti uppskotinum. Undir yvirskriftini Kom og stuðli feløgunum í stríði okkara móti uppskotinum til nýggja fiskivinnulóggávu biðja Fiskimannafelagið og Skipara og Navigatørfelagið allar sínar limir um at møta til mótmælistiltak uttan fyri løgtingsbygningin mánamorgunin klokkan níggju. Nøgdin av heilivági, sum fólk sjálvi flyta inn, er økt so nógv í seinastuni, at TAKS hevur gjørt av at seta átøk í verk, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS. Sjóvinnuhúsið nøktar ein bráfeingistrupulleika, og kann verða Setrinum ein góð loysn í mong ár, men er ikki í sær sjálvum ein langtíðarloysn. Tað skrivar Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetri Føroya, í skrivi til Mentamálaráðið. Hann heldur eisini, at tað higartil hevur tikið ov langa tíð at fara undir hetta arbeiðið at gera eitt savnað kampusøki. Tann arbeiðsbólkurin, sum Sigurð í Jákupsstovu, rektari, vísir á, er ein arbeiðsbólkur, ið skuldi gera eina byggiskrá fyri eitt nýtt fróðskaparsetur. Mentamálaráðið fekk í juni síðsta ár eitt tilmæli, har tað millum annað var mælt til at seta ein arbeiðsbólk at fyrireika um og útbygging av einum savnaðum setursøki. Men enn er arbeiðsbólkurin ikki settur. Vit venda aftur til hesa frágreiðing, men fara fyrst líta aftur á tilgongdina at fyrireika eitt savnað kampusøkið. Tí politiska skipanin og setrið hava í nógv ár tosa um, at alneyðugt er at savna virksemi hjá Setrinum, sum í dag húsast á 10 ymiskum bygningum kring býin, og væntar pláss. Higartil hevur tað verið tosa um, at økið kring Frælsið er vælegnað, tí har liggja nógvir av bygningunum hjá Setrinum í dag. Og fleiri tilmæli eru eisini skrivað, sum hava mælt til at savna setursvirksemið á hesum økið. Í 2010 bað stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya eitt arkitektavirki gera eitt skitsuuppskot til heildarætlan um at byggja út Fróðskaparsetur Føroya á Debesartrøð. Í Heildarætlanini um fólkaflyting og fólkavøkstur frá 2013 verður mælt til at fara undir ætlanina at byggja og umbyggja økið á Frælsinum og Debesartrøð til eitt miðsavnað setur, og kampusøki. Í hesi heildarætlan fyri fólkavøkstur og fólkaflyting er ein lutfalsliga ítøkilig ætlan gjørd fyri økið, umframt greið tíðarætlan og kostnaðarmeting fyri ein part av ætlanini. Mælt var til at byggja tveir nýggir bygningar og at umvæla og útbyggja Venjingarskúlan. Ætlanin var, at ein partur av hesari ætlan skuldi verða liðug í 2017, also í ár. Í heildarætlanini stendur soleiðis um stóra týdningin av at miðsavna setursvirksemið Fróðskaparsetrið húsast í fleiri smáum eindum, sum hava við sær, at tann dynamikkur, sum er við til at gera ein hægri lærustovn lokkandi hjá lesandi og starvsfólki, saknast. Neyðugt er at skapa eitt miðsavnandi umhvørvi á Fróðskaparsetri Føroya, sum kann gerast eitt savningarstað hjá lesandi, starvsfókum og granskarum á Fróðskaparsetrinum og kann veita lesandi, sum taka útbúgving sum fjarlestur, møguleika at hittast í einum størri lestrarumhvørvi. Mælt verður til at skapa eitt umhvørvi, sum bindur eindirnar saman á Fróðskaparsetri Føroya. Eitt umhvørvi við felags bókasavni, matstovu, felagsrúmi og arbeiðsrúmi og so framvegis gevur lesandi og starvsfólki nógv betri møguleikar at vera saman og arbeiða saman. Hetta álitið varð skrivað, tá fyrrverandi samgonga sat í Mentamálaráðnum. Men ein onnur frágreiðing er skrivað meðan núverðandi samgonga hevur sitið við valdið. Í juni í fjør fekk Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, eina frágreiðing um fyrireiking av framtíðar hølisviðurskfiti hjá Fróðskaparsetri Føroya. Í hesi frágreiðing verður tað í stóran mun eisini tikið støði í, at eitt framtíðar savnað kampus skal byggjast á Frælsinum, hóast beinleiðis støða ikki veðrur tikin til, hvar tað skal liggja, og hvussu tað skal síggja út. Í røðu um hølisviðurskiftini í fjør legði Rigmor Dam eisini dent á, at Frælsi er eitt upplagt stað til eitt savnað setursumhvørvið. Hon segði millum annað, at Øll tann politiska skipanin bæði á Løgtingi og í landsstýri er samd um, at her skal okkurt gerast í næstum, serliga fyri at savna tær mongu útbúgvingrnar, sum í løtuni húsast kring allan býin í setursumhvørvinum. Tað er soleiðis, at vit hugsa okkum eitt framtíðar setursumhvørvi á Frælsinum, her sum vit so líðandi í umleið hundrað ár hava bygt upp eitt umhvørvi av lærdóms og vitanarstovnum. Ynskiligt er, at virksemið og samstarvið millum stovnarnar, sum higartil er bygt upp, á frælsinum og debesartrøð, í størstan mun, heldur fram og verður útbygt. Í hesari frágreiðing verður mælt til, at seta ein arbeiðsbólk at gera eina byggiskrá fyri framtíðarsetur, og hesin arbeiðsbólkur skuldi eftir tíðarætlanini í frágreiðingini, verða liðugur við arbeiðið at gera byggiskránni í næsta mánaða. Men hesin arbeiðsbólkur er ikki settur enn. Kanska tí sendi Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetrinum, teldupost til Mentamálaráðið, har hann vísir á niðurstøðurnar í frágreiðingini frá juni í fjør. Millum annað, at økið á Frælsinum og Debesartrøð verður mett vælegnað at byggja og umbyggja til nýtt savna setursumhvørvi, at næsta stig er at gera tørvslýsing av øllum virkisøkjum hjá setrinun nú og í framtíðini, og at arbeiðsbólkur átti at verða settur at gera byggiskrá fyri um og útbuygging av økinum. Hann vísir á, at Sjóvinnuhúsið nøktar ein bráðfeingistrupulleika, og kann verða Setrinum ein góð loysn í mong ár, men er ikki í sær sjálvum nøkur langtíðarloysn. Sigurð í Jákupsstovu vísir á, at neyðugt er at fara undir at seta tilmælini í frágreiðingini í verk, og at seta neyðugan pening og arbeuiðsorku av til at fyrireika framtíðar kampus. Tað skrivar hann í telduposti til Mentamálaráðið. Endamálið er at skráseta og skjalfesta báðar støðirnar. Forkanningin er neyðug fyri at taka støðu til, hvat skal henda við Føroyingahavnini, Nordafar og øðrum smærri føroyskum útróðrarstøðum í Vesturgrønlandi. Talan er um leivdir av bygningum í Ravnsoynni frá 1926, í Føroyingahavnini frá 1927, leiðum við Tovkusak frá 1934 og Føroyingahavnini í Aasiaat økinum frá 1939. Støðin hjá Nordafar var virkin frá 1953 til 1985. Tað er eitt politiskt ynski frá grønlendskum myndugleikum, at Føroyar rudda upp eftir sær í Føroyingahavnini, men áðrenn støða verður tikin til burturbeining, varðveiting ella partvísa varðveiting, er neyðugt við einari forkanning. Tí setti Løgmansskrivstovan í fjør ein bólk at standa fyri at fyrireika forkanningina. Andras Mortensen, søgufrøðingur, er formaður í bólkinum. Ein frágreiðing verður orðað seinni, og hon verður latin landsstýrunum i Føroyum og Grønlandi. Við á ferðini eru Bárður í Baiansstovu, arkitektur, og Helgi Johannesen, byggifrøðingur, frá Landsverki, Max Cecil Weihe, fyrrverandi stjóri í Nordafar, og Erland Viberg Joensen, savnsvørður á Søvnum Landsins, sum stendur á odda fyri kanningarliðnum. Grønlendskir savnsvørðir taka myndir, skráseta og skjalfesta Føroyingahavnina og Nordafar, og økið nærindis. Ein heimasíða er gjørd í sambandi við verkætlanina. Hon eitur foroyingahavn.fo Aftur í ár skipar Føroya Ríðingafelag fyri djóradøgum í Havnardali, har høvi verður at síggja eini 30 djórasløg, bæði ferføtt og tvíføtt og við veingjum og hornum. Hoyr Brand í Dali greiða frá í vikuskiftissendingini sigur Eyðun Mohr Hansen í sambandi við, at hann skal spæla konsert við Anniku Hoydal á Reinsaríinum í kvøld. Eyðun velur at taka akkustiska gittaran við heldur enn tann elektriska. Vit hoyra um dukkuna bláu, sum faktiskt ikki er ein so einfaldur sangur tónleikaliga, sum man í fyrstu atløgu kundi verið freistaður til at halda. Tað, sum hinvegin serliga verður at hoyra á palli á Reinsaríinum, er tilfar av nýggju útgávuni hjá Anniku Hoydal. Hoyr Eyðun greiða frá í vikuskiftissendingini og annars hugleiða um sítt egna tónleikaliga virksemi Theodor Olsen, formaður í Prestafelagnum, vil tó ikki gera viðmerkingar til ósemjuna um signingina fyrr enn 3. viðgerð hevur verið í Løgtinginum. Sambært lóg kann Magni Arge ikki siga fólkatingslønina frá sær, so tað verður løgtingslønin, sum kemur flokkinum til góðar um tað also letur seg gera. Tá Magni Arge fer aftur í Løgtingið, fer Ingolf S. Olsen úr Løgtinginum. Tað heldur Jógvan Ingvard Olsen, sum, saman við øðrum í Fornminnissavninum á Nesi, í síni tíð tók stig til at varðveita gomlu húsini frá 1845. Tað eru tvey ár síðan regluligt virksemi byrjaði í Maggies úti í Nólsoy. Tað eru hjúnini Margreth Jacobsen og Terji Rasmussen, sum reka Maggies. Uni Leitisstein Hansen tók mikrofonina við, tá Annika Hoydal spældi konsert í Maggies, í eini roynd at finna út av, hvussu tað ber til, at Maggies bæði dregur áhoyrar og tónlistafólk í hópatal at sær. . Í gjár setti Sára Nysted føroyskt met í 200 metrar bringu, og Ægir kvinnurnar settu met í 4x100 m. blandað, men tað sá ikki út til, at nakað met fór at verða sett í dag. Niels Nattestad, Johan N. Dam, Marius Ihlen Gardshodn og Óli Mortensen svumu so skjótt, at teir skavaðu fleiri sekund av føroyska metinum. 50 m. firvald kv. 1.Vár E. Eidesgaard HS 29.13 2.Lív E. Eidesgaard HS 29.87 3.Jana B. Thomsen Ægir 30.21 4.Ásbjørg Hjelm Ægir 31.60 5.Alisa Vesterg rd Susvim 31.70 6.Maria Antoft HS 32.73 50 m. firvald m. 1.Róland Toftum Susvim 26.30 2.Rókur Trygvason Ægir 27.69 3.Johan Hofgaard HS 30.14 4.Jónas Hansen Reysti 30.26 5.Rani Jacobsen Susvim 31.14 6.Jógvan Jákup Thomsen Flot 32.57 100 m. rygg kv. 1.Signhild Joensen Ægir 1.03.78 2.Sára R. Nysted Susvim 1.05.72 3.Brynhild Johannesen Susvim 1.09.68 4.Barbara Debes Ægir 1.11.50 5.Eyðrið Mortensen HS 1.13.02 6.Súsanna T. Justinussen Ægir 1.17.05 100 m. rygg m. 1.Hugin Næs Lave Susvim 1.05.55 2.Denis Voropaev Ægir 1.11.58 3.Bartal Debess Susvim 1.11.82 4.Martin Sivertsen Ægir 1.12.35 5.Óðin Jákupsson HS 1.12.48 6.Jónas Hansen Treysti 1.18.11 100 m. bringa kv. 1.Ásbjørg Hjelm Ægir 1.17.76 2.Rebekka Trygvadóttir Ægir 1.19.54 3.Sólvá Sigurðsson Ægir 1.21.04 4.Karin Midjord HS 1.22.48 5.Lilja D. Jacobsen Susvim 1.26.71 6.Aimi á Lakjuni Reysti 1.29.66 100 m. bringa m. 1.Róland Toftum Susvim 1.07.98 2.Rókur Trygvason Ægir 1.09.71 3.Rani Jacobsen Susvim 1.11.74 4.Bartal E. Eidesgaard HS 1.19.45 5.Jógvan Jákup Thomsen Flot 1.19.88 6.Johan Hofgaard HS 1.20.53 100 m. frí kv. 1.Vár E. Eidesgaard HS 59.17 2.Signhild Joensen Ægir 1.00.27 3.Alisa Vesterg rd Susvim 1.01.26 4.Lív E. Eidesgaard HS 1.02.30 5.Jana B. Thomsen Ægir 1.02.33 6.Brynhild Johannesen Susvim 1.05.29 100 m. frí m. 1.Óli Mortensen HS 56.56 2.Johan N. Dam HS 57.89 3.Otto Jacobsen Flot 58.23 4.Bartal E. Eidesgaard HS 59.21 5.Martin Sivertsen Ægir 1.00.67 6.Høgni Hoydal Thomassen HS 1.01.30 4x200 m. kv 1.Ægir 1 9.00.99 2.Bluesharks HS 9.04.64 3.Susvim gentur 9.13.45 4.Ambassadors HS 9.40.22 5. Ægir 2 9.45.82 6.Reysta gellurnar 11.24.48 Eftir at løgreglan í gjár almannakunngjørdi fleiri myndir av manninum, fekk løgreglan fleiri fráboðanir, eisini frá fólki umborð á Norrønu. Hildur Hentze, dagligur leiðari á kriminaldeildini sigur, at kanningar vístu, at maðurin var væl kendur av løgregluni í danska ríkinum, og í samráð við manningina á Norrønu varð gjørt av at taka mannin. Tað gjørdi manningin millum klokkan níggju og tíggju í gjárkvøldið, tá hann sat í hitapottinum á dekkinum. Maðurin gjørdi einki um seg, tá hann var tikin. Maðurin kemur fyri ein dómara í Danmark, fyri at verða varðhaldsfongslaður, og verður síðani sendur til Føroya, fyri at koma fyri rættin. Men nær tað verður, er ikki greitt. Maðurin hevði pengarnar hjá sær, so allir pengarnir eru komnir afturíaftur. Hvussu nógvar pengar talan var um, vil Hildur Hentze ikki siga, men talan var um stóra upphædd, sigur hon. Sostatt vóru tað ikki bretskir myndugleikar, sum í fyrstu atløgu kunngjørdu navnið á 22 ára gamla, Salman Ramadan Abedi, sum verur hildin at hava skipað fyri atsóknini. Bretski innanríkisráðharrin, Amber Rudd, fanst alt fyri eitt at lekanum. Seinni vísti New York Times loyniligar myndir av granatpettum, sum vóru funnin í forhøllini í Manchester Arena, har Abedi sprongdi seg sjálvan í luftina. Tað fekk borgarstjóran í Manchester, Andy Burnham, at siga, at Bretland tordi ikki at lata amerikanarum upplýsingar um yvirgangsatsóknina. Skiparin er dømdur at rinda 55 túsund krónur í bót, fyri ikki at hava tryggjað sær, at fimm tons av sild, sum uppsjóvarskipið hevði fiskað, vórðu fryst beinanvegin, og tað er í stríð við ES reglur. Christian í Grótinum var tá til fiskiskap í ES sjógvi við Walsey í 2014. . John Scott, verji hjá skiparanum, vístu á, at sildin var hjáveiða, og at skiparin ikki visti, at reglurnar vóru galdandi fyri hjáveiðu, skrivar Shetland News. Philip Mann, politiovasti í Hetlandi, sigur, at reglurnar á økinum eru fløktar, og at bæði sakførarar og fiskimenn hava ilt við at skilja summar av ES reglunum fyri fiskiskap, skrivar Shetland News. Tað er týðiligt, at reglurnar eru sera, sera truplar hjá øllum at tulka, sigur Philip Mann, og við skiparan á Christiani í Grótinum segði hann, sambært Shetland News, at her var ikki talan um nakra tilætlaða roynd at fáa ólógligan vinning. Annars snúgva spurningarnir seg um foreldur, ið kenna ein ávísan ágang, tí dóttir teirra er samkynd, um tað at búgva á einum stað, ið er væl dámt millum ferðafólk, og um hvat man skal gera nú undan prógvtøku, tá flokksfelagar vilja læna notatir, tí tey ikki hava fylgt nóg væl við. Býráðslimirnir í Tórshavnar kommunu skulu gjalda 300 krónur í bót um dagin frá 7. juni, tí kommunan ikki vil geva Mentamálaráðnum skjølini í tveimum uppsagnarmálum á dagstovnaøkinum. Upprunaliga gjørdi Innlendismálaráðið av, at kommunustýrislimirnir skuldu fáa dagbøtur frá 15. mai. Men Kommunufelagið og advokaturin hjá býráðslimunum gjørdu vart við, at dagbøtur ikki áttu at verða givnar, fyrr enn hoyringsskrivið hjá teimum var viðgjørt og avgreitt. Av tí at ivi kundi sáast um, hvørt skrivið til býráðslimirnar skuldi tulkast sum ein hoyring ella fráboðan, gjørdi Innlendismálaráðið av, at ivin skuldi koma býráðslimunum til góðar. Ráðið gjørdi eisini av, at skrivið frá advokatinum hjá býráðslimunum skuldi tulkast sum hoyringsskriv, og tí skuldu dagbøtur ikki gevast í tíðarskeiðnum, meðan hoyringsskrivið varð viðgjørt. Hoyringsskrivið er viðgjørt nú, og niðurstøðan er, at eingin orsøk er til at bíða eftir møguligum sakarmáli. Tí fáa teir 13 býráðslimirnir 300 krónur í bót um dagin frá 7. juni. Kravt verður, at Mentamálaráðið viðurkennir, at Tórshavnar kommuna ikki er undirskipaður myndugleiki hjá Mentamálaráðnum í starvsfólkamálum sambært dagstovnalógini. Samstundis varð boðað frá, at eitt rættarmál hevur steðgandi virknað fyri álagdar dagbøtur til ein endalig avgerð er tikin í rættarmálinum. Vilja ikki bíða Nú hevur Innlendismálaráðið so tikið endaliga støðu í málinum, og givið boð um at býráðslimirnir skulu fáa 300 krónur í bót um dagin frá 7. juni. Innlendismálaráðið heldur ikki, at tað sum Tórshavnar kommuna og Kommunufelagið vísa á, kann nýtast í hesum málinum, tí tað kann taka langa tíð til møguligt sakarmál er avgreitt, og SO LEINGI kunnu tey bæði kærumálini sum Mentamálaráðið hevur fingið frá Pedagogfelagnum, ikki bíða, er niðurstøðan hjá Innlendismálaráðnum. Løgreglan hevði fingið loyvi at kanna íbúðina, men mátti spreingja hurðina, fyri at sleppa inn eftir monnunum. Menninir eru 20 og 22 ára gamlir, sigur løgreglan í fráboðan. Nú eru 13 fólk tikin eftir hendingina mánakvøldið, tvey av teimum eru latin leys aftur. Blaðið The Telegraph skrivar, at ein av teimum tiknu er systkinabarn til Salman Abedi, sum framdi atsóknina. Hann er 24 ára gamal, og eigur eina hárfríðkanarstovu í Manchester. Netverk Leiðarin fyri yvirgangsdeildini hjá bretsku løgregluni, Mark Rowley, segði í gjárkvøldið, at løgreglan heldur seg hava tikið meginpartin av netverkinum, sum skipaði fyri atsóknini. Hann segði seg vera sannførdan um, at løgreglan hevur tikið fleiri sum hava við atsóknina at gera, og hann vísti ikki aftur, at fleiri fólk kunnu vera tikin. 22 fólk lótu lív og yvir 100 vórðu løstað, tá sjálvmorðsbumbumaðurin sprondi seg sjálvan í luftina í Manchester Arena eftir eina konsert við amerikansku songkvinnuni, Ariana Grande. Aftur ein vika, sum hevur verið merkt av yvirgangi hesi ferð í Manchester og vit eru farin gjøgnun okkara vanagerðir pressan, politikarar og vit onnur. Vit spyrja, hví vit sum frá er liðið gera akkurát tað sama eftir hvøjra yvirgangsatsókn siga tað er ræðuligt, seta onkra mynd á okkara facebookvanga, politikarar siga seg syrgja og býirnir kappast um at savna flest fólk til minningarhald. Í leikinum 90 ára føðingardagur spyr tænarin The same procedure as last year, Miss Sophie Sama mannagongd, sum í fjør, Miss Sophie Og svarið er, sum vit minnast Sama mannagongd, hvørt ár, James. Ætlanir eru um at byggja Føroya hægsta bygning á Skála, hvar er markið millum ynski ella krøv frá vinnulívinum og ynski krøv frá borgarunum. Men stendur tað til Jacob Vestergaard, so kann bygningurin á Skála skjótt fáa kapping, tí Jacbo Vestergaard kundi hugsað sær, at vit bygdu eitt lítið kjarorkuverk at fóðra landið við orku um verkið skal liggja í Suðri, so eigur tað at vera eitt vet hægri enn høllin á Skála. Meirilutin í Mentanarnevndini, tey fimm umboðini hjá samgonguni, mæla til at samtykkja uppskotið, meðan tey bæði umboðini hjá andstøðuni mæla løgtinginum frá at samtykkja uppskotið um broytingarnar í hjúnabandslógini. Tað var seinasta leygarkvøld, at olja lak á sjógv, tá Rankin skuldi takast upp á beding í Havn. Rankin hevði borið við land og hol varð komið á forpikkin á skipinum. Fimm dagar aftaná yvirgangsálopið, sum drap 22 fólk í Manchester Arena, almannakunnger bretska løgreglan myndir av Salman Abedi, sum verður hildin at hava framt álopið, stutt áðrenn álopið var framt. Bretska løgreglan hevur longu handtikið 13 persónar, sum eru undir illgruna fyri at hava samband við yvirgangsatsóknina. Milum tey handtiknu eru pápi, beiggi og systkinabarn Salman Abedi. Men løgreglan leitar enn eftir fleiri persónum, sum kunna hava hjálpt til við yvirgangsatsóknini, og vil tí hoyra frá persónum, sum hava sæð Salman Abedi. Fleiri staðni á Sri Lanka hevur ongantíð regnað so illa, sum tað gjørdi fríggjadagin, og nógva regnið hevur ført til bæði vatnflóð og omanlop. Monsunregnið og vantflóðin er tað ringasta á Sri Lanka síðani 2003, tá fleiri enn 300 fólk lótu lív og 10.000 bústaðir vórðu løgd í oyði. Í morgin skipa manningarfeløgini, Fiskimannafelagið og Skipara og Navigatærfelagið, fyri mótmælistiltakið uttan fyri Løgtingið í samband við fyrstu viðgerð av uppskotinum um nýggja fiskivinnuskipan. Men triðja manningarfelagið, Maskinmeistarafelagið, luttekur tó ikki í mótmælistiltakinum. Tað er ikki semja í felagnum um, hvørt felagið skal taka lut í mótmælinum ella ikki. Hans Ingvard Joensen, nevndarlimur í Maskinmeistarafelagnum, harmast um støðuna hjá felagnum, og heitir á limir um at møta upp til mótmælistaltakið. Fiskimannafelagið skipar fyri mótmælistiltakið uttanfyri Løgtingið í morgin, tá uppskotið um fiskivinnunýskipan fer at hava 1. viðgerð. Uppboðssølan er ógvuliga lemjandi og óetisk. Hon hoyrir ikki okkara tíð til, tí vit verða seldir á uppboðssølu. Tað góðtaka vit ikki. Vit vilja hava trygg og stabil viðurskiftir, sigur Jan Højgaard við útvarpið hjá Kringvarpinum. Okkara hugsan er, at tað er tað, sum liggur aftanfyri hetta uppskotið. Mann skal hava altjóða fyritøkur inn, soleiðis at føroyingar ikki hava tað stóra at skula hava sagt, sigur Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum. Jan Højgaard roknar við, at eisini skip, sum eru til fiskiskap undir Føroyum, bróta túrin av fyri í staðin at koma til Havnar at mótmæla Tað sigur Páll Hansen, formaður í Maskinmeistarafelagnum, nú fleiri spyrja, hví felagið ikki stendur undir liðini á hinum manningarfeløgunum til stóra mótmælistiltaki í morgin. Páll Hansen, formaður í Maskinmeistarafelagnum, dámar lítið arbeiðsháttin hjá hinum báðum manningarfeløgunum. Formaðurin fer so langt sum at skíra hini bæði fakfeløgini at vera ørindadrongir hjá reiðarunum. Tá hann skal grundgeva fyri hesum uppáhaldi, spolar Páll Hansen tíðina ein góðan mánaða aftur, til dagarnar áðrenn ein felags yvirlýsing móti nýskipanaruppskotinum hjá landsstýrinum varð send út, 18. apríl Tá fingu vit ein fyrispurning frá stjóranum í Felangum Nótaskip, Jógvan Jespersen, og tað er einasti fyrispurningur, sum vit hava fingið. Vit hava ikki fingið hann frá hinum báðum feløgunum, sigur Páll Hansen. Sambært Páll Hansen vildi Jógvan Jespersen hava Maskinmeistarafelagið at skriva undir uppá eina yvirlýsing. Men Maskinmeistarafelagið kundi ikki fáa yvirlýsingina skrivliga, men kundi bert fáa hana lisna fyri sær. Hetta vildi Maskinmeistarafelagið ikki ganga vil til. Kundi felagið ikki hava ávirkan á innihaldið, vildi felagið ikki skriva undir. Tá mann bara skal undirskriva eitt skjal, sum Jógvan Jespersen kemur við, uttan at fáa loyvi at redigera í tí, so verður mann einki annað enn ein ørindadrongur hjá Reiðarafelagnum, og tað er Maskinmeistarafelagið ikki, sigur Páll Hansen. Síðani tá hevur, sambært Pálli Hansen, verið tøgn millum Maskinmeistarafelagið øðrumegin og Skipara og Navigatørfelagið og Fiskimannafelagið hinumegin. A fundinum boðaði Donald Trump, forseti í USA, frá, at USA umhugsaði at taka seg úr París sáttmálnum, sum londini hava gjørt um veðurlagsbroytingar. Hóast Týskland og Evropa vilja hava gott samband við bretar sum nú fara úr ES og USA, mugu vit stríðast fyri okkara lagnu , sigur Angela Merkel. Vit hoyra tað allar fyrsta úr Mórugøtu 8. Um Kenneth, Katju, mammuna, pápan og Jón og mong onnur. Hvørjir eru trupulleikarnir á hesum sinni Vit hoyra tað allar fyrsta úr Mórugøtu 8. Um Kenneth, Katju, mammuna, pápan og Jón og mong onnur. Hvørjir eru trupulleikarnir á hesum sinni Vit hoyra tað allar fyrsta úr Mórugøtu 8. Um Kenneth, Katju, mammuna, pápan og Jón og mong onnur. Hvørjir eru trupulleikarnir á hesum sinni Vit hoyra tað allar fyrsta úr Mórugøtu 8. Um Kenneth, Katju, mammuna, pápan og Jón og mong onnur. Hvørjir eru trupulleikarnir á hesum sinni Fiskiskip stevna á Havnina at vera við í mótmælistiltakinum hjá Fiskimannafelagnum og Skipara og navigatørfelagnum, nú Løgtingið í dag fer at viðgera fiskivinnunýskipanina hjá samgonguni. Klokkan hálvgum sjey í morgun vóru 16 fiskiskip komin á Havnina síðani á midnátt. Síðani eru fleiri komin aftrat, og nøkur liggja og bíða í Nólsoyarfirði. Roynt verður sum frægast at fáa øllum pláss við bryggju, sigur vakthavandi á Tórshavnar havn. Um 9 tíðina vóru 23 skip komin á Havnina. Uppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, hevur yvirskriftina Uppskot til løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi, og uppskotið hjá Sambandsflokkinum eitur Uppskot til løgtingslóg um fyrisiting av tilfeingi úr sjónum. Tingfundurin byrjar klokkan 10 fyrrapartin. Tá uppskotini hava verið til fyrstu viðgerð, fara tey í vinnunevndina. Vinnunevndin viðger frammanundan eitt uppskot um fiskivinnunýskipan. Tað er frá Fólkaflokkinum. Ein tíma undan tingfundinum í dag, tað er klokkan 9, skipa Fiskimannafelagið og Skipara og navigatørfelagið fyri felags mótmælistiltaki í Klubbagarðinum. Røður verða hildnar, og tingfundurin verður eisini stroymdur á stórskíggja. Fiskimannafelagið og Skipara og navigatørfelagið siga, at verður uppskotið hjá samgonguni samtykt, fer tað at raka allar limirnar í báðum feløgum dygt. Hevur tú tikið myndir, nú skipa stevna inn á Havnina at verða við í mótmælistiltaki nú Løgtingið fer at viðgera fiskivinnuuppskotini Ella fert tú at taka myndir í býnum tá fiskimenn fara at savnast til mótmælistiltakið uttan fyri tinghúsið So vilja vit fegin frætta frá tær. Send okkum tínar myndir til netvarp kvf.fo ella á okkara facebooksíðu her . Vit savna myndirnar saman í eitt savn og vísa tær á kvf.fo Hugtøkini og orðini eru nógv, men veitst tú, hvat tey øll merkja, nú Løgtingið í dag fer at viðgera fiskivinnunýskipanina hjá samgonguni Brynjulf Melhuus var við, tá Heilsufrøðiliga Starvsstovan var sett á stovn í 1975. Hann var tá í Føroyum í 2 ár, men fór at arbeiða aðrastaðni aftaná. Hóast hann er 72 ár, er hann komin at arbeiða í eitt ár á Heilsufrøðiligu Starsstovuni, og tað dámar honum sera væl. Eldurin byrjaði helst í einum av teimum trimum goymslurúmunum frammi undir bakkanum. Danska skaðanevndin hevur gjørt ein frágreiðing fyri Sjóvinnustýrið um eldsbrunan, sum gjørdi, at Vesturand bleiv vrak. Eingin mansskaði var. Skaðanevndin sigur, at møguliga er ein feilur í elskipanini orsøkin til eldin. Kanningar um borð á øðrum skipum hava víst, at ávísar elskipanir hava elvt til eldsbruna, so sum íbindingardósir og lampustøð. Sambært frágreiðingini hevði manningin á Vesturlandi tveir møguleikar, tá eldur kom í. Antin kundi hon royna at sløkkja eldin ella fara av skipinum. Áðrenn tíggju minuttir vóru farnir, avgjørdi skiparin, at teir skuldu fara av skipinum, millum annað tí, at onnur roykkavaraútgerðin ikki riggaði beinanvegin. Tað var ein røtt avgerð, sigur Skaðanevndin. At skiparin so skjótt gjørdi av at fara av skipinum gjørdi eina skjóta og væl skipaða bjarging gjørliga. Skaðanevndin heldur ikki, at tað hevði borið til hjá manningini at sløkt eldin. Tíggju mans vóru við Vesturlandi. Yvirmenninir eru føroyingar, og dekkararnir eru úr Litava, Lettlandi og Filipsoyggjunum. Eingin eldávaring var. Kokkurin sá roykin, tá hann fór fram undir bakkan eftir provianti. Herleif Hammer er 46 ára gamal og útbúgvin cand.phil. í søgu og siðsøgu frá Fróðskaparsetri Føroya og rhus Universiteti, umframt at hann hevur tikið leiðsluútbúgving Ledelse i praksis . Herleif Hammer hevur millum annað drúgvar leiðsluroyndir frá Føroya Studentaskúla og HF skeiði Glasir , har hann hevur starvast síðstu 15 árini, bæði sum umsitingarleiðari, vararektari og síðan 2013 sum rektari, skrivar Mentamálaráðið í tíðindaskrivi. Havnar Svimjifelag var tað felagið, sum vann flest heiðursmerkir, tá ið FM á langgeil var í Pálshøll í Vági um vikuskiftið. Formaðurin í Havnar Svimjifelagi, Erling Eidesgaard, er sera nøgdur við avrikið, men kundi hugsað sær at ment felagið enn meir. Morgunsendingin skiftir orð við Dakko, sum er aðalskrivari í Bláa krossi og Nivi Heiman, sum er konsulentur, ið arbeiðir við børnum og ungum í Grønlandi. Tað segði Bjarni Hammer, framsøgumaður fyri Javnaðarflokkin og formaður í Vinnunevndini, tá hann sum fyrsti røðari tók orðið undir viðgerðini av fiskivinnunýskipanini fyrrapartin. Føroysk met Sára Nysted 200 m. bringa 2.43.22 Ægir kvinnur 4x100 m. blandað 4.34.16 HS menn 4x200 m. frí 8.08.47 Ásbjørg Hjelm 50 m. bringa 34.45 Ægir kvinnur 4x100 frí 4.03.56 Tað sigur Johan Eli Poulsen, skipari á trolaranum Stelki, sum roynir undir Føroyum. Hann var ein av røðarunum á tiltakinum í Klubbagarðinum í Havn fyrrapartin, sum Fiskimannafelagið og Skipara og navigatørfelagið skipa fyri í felag í dag, í sambandi við at løgtingið viðger uppskotið um fiskivinnunýskipan. Johan Eli Poulsen sigur, at nógvir tættir í uppskotinum fáa stórar avleiðingar fyri vinnuna. Í hesi sending hoyra vit millum annað Á bátadekki við Simme og Tey, og Fingeracrobatic við Knut Ivar Bøe. Lagt til rættis Hanna og Terji Jakobsen. Kommunufelagið ivast onga løtu í, at Løgtingið ongantíð hevur ætlað, at vanlig starvsfólkamál skulu kunnu kærast sambært dagstovnalógini Tí kann felagið ikki góðtaka framferðina hjá Mentamálaráðnum og Heilsu og Innlendismálaráðnum. Hetta endurtekur felagið, nú Innlendismálaráðið fer at geva øllum 13 býráðslimum í Havn 300 krónur í sekt hvønn dag frá 7. juni at rokna. Sektina fáa tey, tí Tórshavnar kommuna vil ikki geva Mentamálaráðnum skjølini í tveimum uppsagnarmálum, tveimum starvsfólkamálum, á dagstovnaøkinum. Pedagogfelagið hevur kært fyri tveir limir sínar. Fyri at fáa endaliga greitt, hvussu lógin skal tulkast, hava Kommunufelagið og Tórshavnar kommuna gjørt av at fara í rættin við málinum. Tey fara at stevna Mentamálaráðnum. Kommunurnar góðtaka ikki, at starvsfólk í dagsstovnunum sum tann einasti starvsbólkurin hjá kommununum hevur ein landsmyndugleika, Mentamálaráðið, sum kærumyndugleika. Sama tvístøða var á sumri í 2014. Tá skrivaði Mentamálaráðið til Almannamálaráðið, at landsstýrismaðurin í mentamálum umhugsaði at broyta dagstovnalógina, so kommunalt sett fólk á dagstovnaøkinum ikki høvdu ein rætt, sum eingi onnur starvsfólk hjá kommununum hava, tað er rættin at kæra til Mentamálaráðið. Kommunufelagið sigur, at síðani eru liðin trý ár, men einki er hent. Mentamálaráðið sigur, at Løgtingsins umboðsmaður í 2010 gav ráðnum viðhald í sambandi við eitt mál millum Tórshavnar kommunu og Mentamálaráðið um eina uppsøgn á dagsstovnaøkinum, sum varð kærd til Mentamálaráðíð. Dúgliga hevur verið gitt og spátt um plaseringarnar, men á norðoyastevnu var onki gestablídni umborð á Klaksvíkingi. Klaksvíkingur hølvaði hinar tríggjar bátarnar av á heimasjógvi. Leygardagin róðu heili 73 bátsmanningar ársins fyrsta FM róður. Hjá 5 mannaførum við dreingjum vóru 15 bátar tilmeldaðir, og orsakað av plásstroti var neyðugt at rógva í tveimum riðlum og so ein finaluróður. Tað er harmiligt, men eitt greitt tekin um, at kappróðurin er í menning, sigur Róðrarsambandið. Manningin umborð á Fípuni Føgru var tó vælfyrireikað, og teir vunnu finaluróðurin sannførandi. Kommunustýri skulu fyri hvønn bý og hvørja bygd hava skikkað aktingarfólk at útinna skylduna hjá kommununum sambært kunngerð um fyribyrging og týning av rottu. Ein og hvør, sum varnast rottu, skal alt fyri eitt boða kommunustýrinum frá. Heilsu og Innlendismálaráðið hevur nú sent uppskotið um nýggja kunngerð um rottur til hoyringar. Hoyringarfreistin er til 23. juni. Kunngerðin kemur í staðin fyri galdandi kunngerð, sum er frá 1962. Rotta er ikki um allar Føroyar. Rottufríu oyggjarnar í 2017 eru Fugloy, Svínoy, Kalsoy, Nólsoy, Hestur, Koltur, Sandoy, Mykines, Skúvoy, Stóra Dímun og Lítla Dímun og hólmarnir Mykineshólmur, Trøllhøvdi, Tindhólmur og Gáshólmur. Kunngerðin sigur, at kommunustýri skal seta upp skelti á fleiri tungumálum við kunning um rottu, fráboðanarskyldu og rottufyribyrgjandi tiltøk á farstøðum, bryggjum og tyrlupallum, haðani farið verður til rottufría oyggj. Umhvørvisstovan samskipar fyribyrging og rottutýning, og hon hevur heimild at áleggja kommunustýrum at skipa rottutýningina eftir ávísum leisti. Ein árlig frágreiðing skal gerast um rottufyribyrging og rottutýning. 26 mai í 1967 í dag fyri hálvthundrað árum síðani varð áttanda LP plátan hjá The Beatles send á enska marknaðin. Plátan verður mett sum eitt av høvuðsverkunum í rútmiskum popp og rokktónleiki. Útgávan var slóðbrótandi í víðastu merking. Virda tónleikatíðarritið, Rolling Stone, hevur kosið Sgt. Pepper at vera týdningarmestu tónleikaútgávu av øllum. Plátan er millum mest seldu tónleikaverk nakrantíð. Vit fara í hesum sambandi at senda brot úr sendirøðini um The Beatles, sum Suni Merkistein og Pauli Magnussen gjørdu á vári 2000. Sgt.Pepper útgávan var umrødd í 8. parti í røðini, ið nevndist Meistaraverk í hóttafalsárum . Sendingin var send 26. mai í 2000 fyri júst 17 árum síðani. Suni Merkistein og Pauli Magnussen løgdu til rættis. Tað merkir, at íløgan kann gerast 20 prosent bíligari. Er talan um eina jarðhitaskipan fyri 150.000 krónur, verður hon 30.000 krónur bíligari. Leif Abrahamsen sigur við Kringvarpið, at eingin ósemja býr undir avgerðini um at fara í farloyvi, nú hann fer at taka sær av løttum næstu tíðina. Í fjørheyst varð Leif Abrahamsen skiftur út sum formaður í Føroyagrunninum, ein uppgáva, sum hann hevði havt um hendi í 25 ár. Hann er tó framvegis formaður í JFK Troli og nevndarlimur í JFK. Komandi umfar 02 06 2017 Skála KÍ 03 06 2017 EB Streymur NSÍ 03 062017 B36 Víkingur 03 06 2017 07 Vestur HB 03 06 2017 Skála TB FCS Royn Triðja viðgerð verður á tingfundinum, sum byrjar klokkan 10 fyrrapartin, og hjúnabandslógin er fyrsta mál á skránni. Við aðru viðgerð varð uppskotið samtykt við 19 atkvøðum fyri og 14 ímóti. Sambært uppskotinum hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, verður grein 14, annað stykki, í hjúnabandslógini broytt soleiðis, at kirkjan sjálv ger av, um hon vil signa borgarliga vígd samkynd. Samgongumboðini í mentanarnevndini tóku undir við uppskotinum. Tey søgdu í álitinum, at lógarbroytingin gevur hvørki boð ella forboð, men virðir kirkjunnar sjálvræði at skipa síni egnu innaru viðurskifti. Minnilutin, Bjørn Kalsø í Sambandsflokkinum, mælti frá at samtykkja uppskotið, og minnilutin, Jógvan á Lakjuni í Fólkaflokkinum, mælti staðiliga frá at samtykkja tað. Tá málið varð til aðru viðgerð, varð roynt at fáa tað aftur í nevnd, og Jenis av Rana í Miðflokkinum og Jørgen Niclasen í Fólkaflokkinum skutu eisini upp at hava fólkaatkvøðu um málið. Bæði uppskotini fullu. Havfrúgvin er málað reyð, og framman fyri hana er skrivað við reyðum teksti Denmark defend the whales of Faroe Islands, tað er Danmark, verj hvalirnar við Føroyar. Vaktandi hjá løgregluni í Keypmannahavn sigur við Jyllands Postin, at herverkið helst er framt í nátt, og endamálið er politiskt. Sambært vakthavandi var tað Ekstrablaðið, sum meldaði herverkið. Hetta er ikki fyrstu ferð, at herverk er framt á havfrúnna á Longulinju. Tvær ferðir er høvdið sagað av, tað var í 1964 og í 1998, og í 1984 var armurin sagaður av. Men tað er ikki fyrstu ferð, at máling er stoytt á havfrúnna. Standmyndin av havfrúnni varð gjørd í 1913, og bryggjarin, Carl Jacobsen, læt Keypmannahavn hana sum gávu. Danmark vil hava Føroyar og Grønland við í samráðingarnar um Brexit. Tað viðganga danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, og uttanríkisráðharrin, Anders Samuelsen, sambært grønlendska kringvarpinum, KNR. Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, hevur upplýst fyri Fólkatinginum, at ein bólkur undir forsætismálaráðnum hevur samskifti við Føroyar og Grønland fyri at tryggja áhugamálini hjá ríkisfelagsskapinum, tá nýggjar avtalur skulu gerast millum danska statin og Bretland. Samstundis er danska sendistovan í London eisini opin fyri, at Føroyar og Grønland kunnu leggja fram síni sjónarmið fyri bretar, segði Lars Løkke Rasmussen. Anders Samuelsen, uttanríkisráðharri, váttar eisini hetta í brævi til grønlendsku fólkatingskvinnuna, Aaju Chemnitz Larsen. Súsanna Sondum, festival og tiltakssamskipari hjá Visit Tórshavn, sigur, at endamálið við mentanarnáttini er at skapa hugna og samveru. Eisini lata virkir og stovnar, sum vanliga eru afturlatin fyri almenninginum, upp henda dagin, so øll kunnu koma á vitjan. Lyklaleikarar sum Jóan Símun Edmundsson, Sonni Ragnar Nattestad og Brandur Olsen eru allir uttanfyri vegna leikbann og skaðar, og hetta gevur nýggjum leikarum møguleikan. Hópurin Gunnar Nielsen FH Teitur M. Gestson HB Símun Rógvi Hansen NSÍ Jónas Tór Næs ÍBV Viljormur Davidsen Vejle BK Atli Gregersen Víkingur Jóhan Troest Davidsen HB Hørður Askham KÍ Odmar Færø B36 Ári Mohr Jónsson HB Kaj Leo í Bartalsstovu ÍBV Hallur Hansson AC Horsens Gilli R. Sørensen Brann Bergen Rene Shaki Joensen Vendsyssel FF Fróði Benjaminsen Víkingur Sølvi Vatnhamar Víkingur Pól Jóhannus Justinussen NSÍ Eli Falkvard Nielsen B36 Karl Løkin NSÍ Finnur Justinussen Fremad Amager Klæmint A. Olsen NSÍ Páll Klettskarð KÍ Patrik Johannesen B36 Fiskivinnunýskipanin er rættiliga trupul, og uppskotini um, hvussu nýggja skipanin skal gerast, eru sera ymiskt. Rógvi Olavson, greiðir so einfalt frá fiskivinnunýskipanini, sum til ber. Vit hoyra tað allar fyrsta úr Mórugøtu 8. Um Kenneth, Katju, mammuna, pápan og Jón og mong onnur. Hvørjir eru trupulleikarnir á hesum sinni t t t t t t t Uppskotið til samtyktar, sum 11 fólkatingslimir, teirra millum Sjúrður Skaale og báðar fólkatingskvinnurnar úr Grønlandi, løgdu fram, fekk 104 atkvøður. Fólkatingið heitir á stjórnina um at bjóða samstarv um nýskipanir og búskaparliga burðardygga vinnumenning. Millum annað skulu møguleikarnir at gera íløgur mennast og gerast lokkandi. Fólkatingið hevur eisini staðfest, at búskapurin í Føroyum er í eyðsýndari framgongd, og í Grønlandi var búskapurin eisini góður í 2016. Men í báðum londum er avbjóðingin at tryggja búskaparligt haldføri sum frá líður. Eindarlistin mælti í sínum uppskoti til samtyktar Fólkatinginum til millum annað til at viðurkenna, at Føroyar og Grønland frítt kunnu arbeiða við sínum stjórnarskipanum. Hann minti eisini á, at altjóða áhugin fyri norðuratlantshavi og Arktis er vaksandi, og mælir til at raðfesta samstarvið um uttanríkis og trygdarpolitikk. Uppskotið hjá Eindarlistanum datt burtur. Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur gjørt av at seta Anniku Smith í starvið sum stjóri á Føroya Landsbókasavni frá 1. august 2017, boðar Mentamálaráðið frá. Annika Smith er 53 ára gomul og er útbúgvin bókavørður frá Danmarks Biblioteksskole í 1996 og cand.scient.bibl. frá Københavns Universitet í 2016. Annika Smith hevur starvast á Býarbókasavninum og síðani á Landsbókasavninum. Síðstu fimm árini hevur hon verið 1. bókavørður á Landsbókasavninum. Tað eru fólk í andstøðuni, sum hava lagt uppskotini fram. Rigmor Dam, landsstýriskvinna, hevur skotið upp, at grein 14, annað stykki, í hjúnabandslógini verður broytt. Sambært uppskotinum skal kirkjan sjálv gera av, um hon vil signa borgarliga vígd samkynd. Við aðru viðgerð varð hetta uppskotið samtykt við 19 atkvøðum fyri og 14 ímóti. Nú málið er til triðju viðgerð, skjóta tingfólk í andstøðuni upp hava fólkaatkvøðu um ætlaðu broytingina í hjúnabandslógini, og eitt uppskot er um, at lógarbroytingin skal ikki koma í gildi fyrr enn eitt nýtt løgting hevur samtykt hana. Tey skjóta eisini upp, at bara hjún, sum eru av ymisum kyni, og sum eru vígd borgarliga, kunnu verða signað í fólkakirkjuni, har fólkakirkjan hevur løggild ritual til tess. Sea Shepherd hevur ikki gjørt seg inn á Lítlu havfrúnna í Keypmannahavn. Felagsskapurin brúkar ikki herverk í sínum herferðum móti grindadrápi, sigur Lukas Erichsen, formaður í skandinavisku deildini hjá Sea Shepherd, við Politiken. Hann sigur, at Sea Shepherd higartil hevur savnað 135.000 undirskriftir móti grindadrápi, sum verða sendar til ES nevndina, tí Danmark er í ES og Danmark eigur, sambært felagsskapinum, at fáa Føroyar at gevast við grindadrápi. Lítla havfrúgvin er málað reyð, og framman fyri hana er skrivað við reyðum teksti Denmark defend the whales of Faroe Islands, tað er Danmark, verj hvalirnar við Føroyar. Herverkið er helst er framt í nátt, og endamálið er politiskt, sigur vakthavandi hjá løgregluni í Keypmannahavn við Jyllands Postin. Sambært vakthavandi var tað Ekstrablaðið, sum meldaði herverkið. Hetta er ikki fyrstu ferð, at herverk er framt á havfrúnna á Longulinju. Tvær ferðir er høvdið sagað av, tað var í 1964 og í 1998, og í 1984 var armurin sagaður av. Men tað er ikki fyrstu ferð, at máling er stoytt á havfrúnna. Standmyndin av havfrúnni varð gjørd í 1913, og bryggjarin, Carl Jacobsen, læt Keypmannahavn hana sum gávu. Annika Sølvará er stjóri á Granskingarráðnum, og sigur at hugt verður eftir nógvum ymsum viðurskiftum, men serliga vísindaligari góðsku, tá stuðul verður latin. Tey gingu ikki tómhent tey 45 sjálvbodnu fólkini, sum leygardagin tóku seg saman og tóku alt ruskið, sum lá og rakst á Trongisvágsbotni í Suðuroy, upp. Tað bleiv upp í 55 rusksekkir av burturkasti, umframt ymiskar størri lutir, sum tyrla kemur at taka upp seinni. Til dømis ein aliring, skrivar umhvørvisátakið, Ringrás, á Facebook . Hetta var allarhelst Føroya størsta ruddingartiltak, skrivar Ringrás, ið hevur sett sær fyri, at varpa ljós á og miðla boðskapin um dálking ymsa staðni í Føroyum. Niðanfyri her síggjast myndir frá ruddingarátakinum leygardagin, sum umhvørvisátakið, Ringrás, hevur lagt á facebooksíðuna eftir ruddingarátakið um vikuskiftið. Tað er eitt stórt puslispæl at broyta alla skatta og avgjaldsskipanina, sigur Kári Petersen, formaður, sum enn ikki dugir at siga, nær arbeiðið verður liðugt. Upprunaliga var ætlanin at hava aðalorðaskifti í Løgtinginum um skatta og avgjaldsbroytingarnar einaferð í ár, og síðani skuldu fyrstu broytingarnar fremjast í verki í 2018 og 2019. Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna. Tá løgtingið hevur avgreitt málið, byrjar ein tilgongd, sum tekur nakrar mánaðir, sigur landsstýriskvinna. Politiskar avgerðir ávirka okkum øll meir ella minni. Summar avgerðir hava beinleiðis ávirkan á, hvussu lívið framyvir háttar sær. Barba Sandá Nielsen og familja hennara hava av álvara upplivað, hvussu ein politisk avgerð kollvelti alt. Barba Sandá Nielsen og mamma hennara, Majken Sandá, greiða frá, tá Adrian kom til verðina. Føðingin gekk ikki, sum hon skuldi. Adrian varð raktur av ilttroti, og av tí at hvørki barnalækni ella skurðlækni var í oynni, fekk Barba ikki ta hjálp, hon og sonurin tørvaðu. Tó var ein fyrrverandi skurðlækni í oynni, sum kundi fremja keisaraskurð. Orsakað av manglandi læknum og útgerðum, var Suðuroyar Sjúkrahús ikki fyrireikað uppá á slíka føðing og tað fekk eisini avleiðingar. Adrian hevur í dag fingið heilaskaða og kemur einki at klára sjálvur. Serfrøðilig tilmæli høvdu áðrenn hendingina ávarað um, at føðideildin á Suðuroyar Sjúkrahúsi ikki var optimal. Men tað varð ikki lurtað eftir hesum fyrr enn skaðin varð hendur. Hendingin fekk avleiðingar stutt eftir, at Barba hevði átt. Føðideildin er í dag stongd, men tó kunnu suðuroyinar eiga í oynni, um støðan er akutt. Um sparingar og skeiv kunning ikki var galdandi á sjúkrahúsinum, hevði skaðin ikki verði hendur. Barba og mamma hennara lýta aftur á tíðina og greiða frá, hvussu tær fóta sær við Adrian í dag. Ágrýtni og fyrigeving er eitt nú ein stórur partur av gongdini. Lógvabrestir rungaðu í løgtingssalinum fyri lítlari løtu síðani, tá broytingin í hjúnabandslógini var til triðju og sostatt eisini seinastu viðgerð í Løgtinginum. 18 løgtingsfólk atkvøddu fyri og 14 atkvøddu ímóti, at hjúnabandslógin skal broytast, so samkynd kunnu giftast borgarliga. Eingin atkvøða var blank. Tað ganga helst umleið einir tríggir mánaðir áðrenn samkynd kunnu giftast borgarliga í Føroyum, segði Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, við útvarpið á døgurða. Løgtingsfólk atkvøddu um fýra ymisk broytingaruoppskot, áðrenn atkvøtt varð um at broyta hjúnabandslógina, men øll tey fýra uppskotini fullu, tá atkvøtt varð. Tað eru áleið 100 ár síðani kvinnur og ognarleys fingu valrætt, og harvið bleiv fólkaræðið meira umboðandi. Men tað tykist sum avbjóðingin, sum var galdandi fyri 100 árum síðani enn tann dag í dag spøkir. Kitty May Ellefsen og Barbara Gardlykke Apol eru tvær kvinnur, ið eru 48 og 22 ár. Hóast tað eru ymsastaðni í lívinum hava tær til felags, at tær eru kvinnur og hava traðka fram alment. Tær uppliva somu trupulleikar, har dentur ofta verður lagdur á, at tær eru kvinnur. Vit skimast nærri at, hvønn týdning og leiklut kristna trúgvin hevur í lívinum hjá einstaklingum. Í hesum føri greiða Mirjam Kambsskarð og Aksel Berg frá teirra upplivingum av hesum. Nú hevur tú verið í Føroyum í fýra mánaðir. Skulu vit práta á føroyskum Eg skilji nakað av norskum, men føroyska málið er torgreitt, og eg ivist í, um eg nakrantíð fari at skilja tað Tú og hjálparvenjarin Mark de Vries komu til eitt spildurnýtt felag. Er hópurin samansjóvaður Spælarahópurin er smalur, men trúfastur, og tað er eingin slingur í valsinum hjá teimum. Teir eru eldhugaðir og konsentreraðir. Hetta er ein heiðurligur hópur av spælarum, og eg eri hugtikin av, at teir eru til arbeiðis allan dagin og síðan koma til venjing at geva alt, teir eiga. Teir kenna nú spælskipanina, men eingin spælskipan kann demma fyri persónligum mistøkum. Og persónligu mistøkini hava kostað okkum seks ella sjey stig higartil. Men vit finnast ikki at okkara spælarum fyri tað. Vit eru ein eind, sum hjálpir hvør øðrum. Tú og Mark de Vreis búgva undir sama taki. Hvat gera tit, tá tit ikki eru til arbeiðis á vøllinum Vit brúka gerandisdagarnar at greina okkara seinasta dyst, og vit hyggja eisini nærri at dystunum, sum mótstøðuliðini hava spælt. Vit kanna serliga, um vit eru betri enn mótstøðumenninir. Tað er ikki ofta, at vit eru tað. Tí vilja vit skapa støður í dystinum, har vit kroysta mótstøðuliðið í einstakar nærdystir, sum vit kunnu vinna. Tað er sum oftast okkara kjansur at fáa nakað burturúr. Hugsar tú nakrantíð um annað enn fótbólt Tað er ein málsliga tugga, men fótbóltur er mítt lív, og eg hugsi ikki um annað. Eg livi og andi fyri fótbóltin. Dystirnir, úrslitini og hugskotini til venjingar mala í høvdinum allan dagin. Áskoðarar halda seg altíð vita best. Fær tú nøkur ráð uttan fyri vøllin Ja, fólk hava meiningar og hava sum heild stóran áhuga fyri liðnum. Men eg gevi ikki meiningunum stórvegis gætur. Eg eri saman við spælarunum hvønn dag, og eg veit, hvat teir duga, og hvat teir ikki duga. Um eg leigi ein timburmann at seta takið í stand, so fari eg ikki at siga honum, hvat hann skal gera, tí eg havi álit á, at hann veit betur enn eg. Og eg haldi, at fólk á gøtuni skulu halda tað sama um meg sum venjara. Hvussu gevur tú spælarunum keðilig boð Mín stílur er at vera erligur og opin við spælararnar um teirra veikleikar. Tá vit taka eina avgerð, so siga vit tað beinleiðis, uttan at balla nakað inn. Tað sømir seg hópinum best. Um mótstøðuliðið hevur ein skjótan vongspælara, hví skal eg so spæla við einum seinum bakki Eg sigi teimum tað, sum tað er, og so taka vit tað harfrá. Tosar tú við spælararnar um annað enn fótbólt Vit fáa okkum ein kaffimunn og tosa um leyst og fast bæði áðrenn og eftir venjing. Eg verði ikki yngri, so eg havi ongar saftigar søgur frá mínum egna lívi, men tað er altíð stuttligt at hoyra teir yngru fortelja søgur Tú er ongantíð í klædningi, tá dystirnir eru. Hví ikki Eg fari í klædning, tá umstøðurnar eru tær røttu. Eg eri umboð fyri eina oyggj við fiskimonnum og arbeiðarum. Suðuroyingar fara í klædning, tá tað eru jól og konfirmasjón. Ikki, tá tað er fótbóltur. Ein dag verði eg venjari í einum størri felag, sum hevur størri fokus á klædningar og tað, sum hoyrir til tað. Tá hóskar klædningurin seg betur. Tað ger hann ikki nú. Hvat er serstakt við føroyingum Føroyingar eru eitt fantastiskt fólkaslag Eg haldi, at føroyingar eru erligir og hava góð mentanarlig virðir. Teir ríða kanska ikki sama dag, teir saðla, so at siga, men eg skilji mentanina nú, og tað er gott. Og tú sleppur sjálvandi ikki undan spurninginum hvat minnist tú frá dystinum, tá tit á skotska landsliðnum spældu 2 2 á Svangaskarði í 2002 Eg viskaði øll minnini um 2002 burtur í somu stund, sum dysturin var liðugur, haha Hagtøl um Maurice Alexander Ross Hann er 36 ár, føddur tann 3. februar í 1981. Hann kom víða sum fótbóltsspælari. Hann spældi fyri ellivu feløg Glasgow Rangers, Sheffield Wednesday, Wolverhampton Wandereres, Millwall, Viking, Kocaelispor, Aberdeen, Beijing Guoan, Motherwell, Livingston og FK Vidar. Hann vann bæði skotsku landskappingina og steypakappingarnar við Rangers. Hann skjeyt eisini fyrsta málið í steypafinaluni í League Cup í 2005, tá Rangers vann 5 1 á Motherwell. Hann var tá sera nær við at skriva undir sáttmála við West Ham, men Rangers vildi ikki lata hann fara. Sum høgribakkur spældi hann 13 landsdystir fyri Skotland. Yrkisleiðin var í hæddini, tá hann spældi fyri Rangers. Hann hevur fyrr sagt, at hann dugdi illa at tillaga seg í hini feløgini. Hann hevur fyrr verið venjari í Norra. Í tvey ár stóð hann á odda fyri Sola FK, sum spælur í fjórðbestu deildini í Norra, og í fjør var hann venjari hjá Egersunds IK, sum spælur í triðbestu deildini. Hann segði starvið hjá Egersunds IK frá sær, tí hann misti sítt borgarliga starv. Løgtingið feldi í gjár uppskotini hjá Sambandsflokkinum um, at Vágatunnilin og Norðoyatunnilin verða latnir landinum ókeypis ávikavist 1. mai í ár og 1. mai næsta ár. Fyri at fáa landskassanum pengar til at reka teir báðar undirsjóvartunlarnar, tá bummgjaldið er strikað, mælti Sambandsflokkurin samstundis til at hækka vektgjaldið og gjaldið á bensini og dieseli. Sambandsflokkurin væntaði eisini, at tríggjar milliónir krónur verða spardar, tá feløgini, ið hava umsitið tunlarnar, verða tikin av. Níggju atkvøddu fyri uppskotunum hjá Sambandsflokkinum og 16 ímóti. Kringvarpsstýrið hevur avgjørt at seta Johnny í Grótinum sum stjóra komandi fimm árini. Johnny í Grótinum tekur við starvinum frá 1. september 2017, boðar stýrið í Kringvarpinum frá í tíðindaskrivi í morgun. Nýggi stjórin er 41 ára gamal, útbúgvin cand.polit á Københavns Universitet og hevur leiðsluútbúgving frá Henley Business School svarandi til diplomstøði. Hann hevur síðstu tvey árini verið stjóri á Landssjúkrahúsinum. Nýggi stjórin í Kringvarpinum hevur fjølbroyttar royndir í donskum og føroyskum fíggjarstovni sum ráðgevi og leiðari, sigur stýrið í tíðindaskrivi. Hann hevur starvast eitt skifti á Hagstovu Føroya og verið formaður í Búðskaparráðnum. Sambært lógini, skal etiska ráðið eygleiða gongdina í samfelagnum og sjálvt taka til viðgerðar almennar og prinsipiellar etiskar spurningar um gransking í og nýtslu av biotøknifrøði og ílegutøknifrøði, ið hevur ávirkan á menniskju. Etiska ráðið kann eisini viðgerða aðrar etiskar spurningar, sum knýta seg til heilsufakligt virksemi á heilsuøkinum, almannaøkinum og kommunala økinum. Ráðið kann eisini viðgerða etiskar spurningar um lívfrøðiliga, medisinska gransking viðvíkjandi menniskjum. Etiska ráðið er óheft í sínum virki, og skal koma við fráðgreiðing einaferð um árið. Etiska ráðið hevur níggju limir, ið verða valdir fyri fýra ár ísenn. Limirnir kunnu ikki sita á løgtingi ella í kommunstýri. Lógin um etiskt ráð kemur í gildi 1. september. Limirnir fáa fundarpengar og ferðapening, og serlig avtala kann gerast um samsýing til formannin í ráðnum, sum Fíggjarmálaráðið tó skal góðkenna. Ætlanin hjá Vinnumálaráðnum var at sleppa fleiri matvørum undan løggilding ella skráseting. Men seks av sjey limum í Vinnunevndini mæla til at strika fisk, fiskavørur og skeljadjór í lógaruppskotinum. Tingmenn í samgonguni og í andstøðuni halda, at fiskivinnan er so stórur og týðandi partur av føroyska samfelagnum, at teir mæla til ikki at slaka krøvini til føroyskar fiskavørur. Teir halda eisini, at uppskotið er ov víðgongt viðvíkjandi víðari framleiðslu í Føroyum úr innfluttum matvørum. Tingmenninir mæla tí til, at lógin bara verður broytt til at umfata mjólkarúrdrátt og svínakjøt. Teir hugsa tá um ostar og skinkur, sum verða innflutt til at ræsa og turka í Føroyum. Samgongutingkvinna Bjørt Samuelsen mælir rætt og slætt Løgtinginum frá at samtykkja alt uppskotið hjá Poul Michelsen. Løgtingið fer at atkvøða um uppskotið í dag. Tilmeldingarfreistin er 5. juni og er bindandi, siga tær báðar Ann Thomsen, forkvinna í Bragdinum og Siri Sørensen, blaðstjóri á Kvinnu. Aftur í ár mælir Brúkaraumboðið til at stovna eina brúkarakærunevnd. Brúkaraumboðið megnar ikki einsamalt at verja brúkaran nóg væl. Tað skrivar Rannvá Ragnarsdóttir, brúkaraumboð, í ársfrágreiðingini hjá Brúkaraumboðnum fyri 2016. Ein brúkarakærunevnd skal viðgera kærur frá fólki, sum hava keypt vørur, sum tey halda ikki eru í lagi. Nú hava tey einans møguleika, um semja ikki fæst við seljaran, og hann er at fara í rættin. Tað kann gerast bæði drúgt og dýrt. Brúkaraumboðið mælir eisini til, at vit í Føroyum fáa reglur um nethandil. Á hesum stóra marknaði er brúkaraverndin í Føroyum ikki skipað og ofta tilvildarlig, sigur Brúkaraumboðið. Í hinum Norðurlondum kunnu fólk iðra seg um keyp á netinum og fáa pengarnar aftur. Brúkaraumboðið mælir tí til, at reglur um iðranarrætt verða settar í gildi í Føroyum. Brúkaraumboðið vísir eisini á, at seljarar á netinum eiga at hava fullfíggjaðar upplýsingar um prís, vøruna og keyps og garantitreytir. Brúkaraumboðið viðgjørdi í fjør 95 mál, tey vóru 29 kærur, 42 fyrispurningar, fimm mál, har sum Brúkaraumboðið varð biðið um at leiðbeina vinnurekandi í marknaðarføring, og 19 onnur mál. Eisini er Regin W. Dalsgaard, býlings og marknaðarstjóri í SMS, í útvarpsstovuni og hugleiðir um tær avbjóðingar, sum eru í handilsvinnuni, nú myndir frá viðskiftafólki kunnu fara sum rótasúpan eftir lítlari løtu. Hesa ferð reflektera Georg L. Petersen, Helgi Rasmussen og Gestur Hovgaard um nøkur evni, sum hava verið á breddanum. Vit viðgera umstríddu fiskivinnunýskipanina, sum fekk skipini at seta kósina móti høvuðsstaðnum fyri at mótmæla tær broytingar, sum eru í væntu. Hvussu ber tað til, at reiðarar, skiparar og fiskimenn standa saman á barrikadunum móti nýskipanini. Er talan um ein varisliga tillaging ella kollvelting. Og hví er so trupult at gera breiðar semjur um so týdningarmikil mál. Nú Fólkatingið viðgjørdi ríkisfelagsskapin spyrja vit eisini, um vit eru klár til at fara á fólkaatkvøðu um eina nýggja stjórnarskipan um níggju mánaðir. Og at enda fara vit inn á Skála, har ætlanir eru um at byggja eina stóra høll oman á dokkina er talan um eitt skrímsl ella eitt prýði, sum skapar tiltrongd arbeiðspláss í einari lítlari bygd. Tað sigur Jógvan Fríðriksson, biskupur. Prestarnir hava ikki enn fingið tænastuboð frá biskupi um, hvussu teir skulu fara fram, nú broytingin í hjúnabandslógini er samtykt í Løgtinginum. Men tænastuboðini verða send prestunum so skjótt sum broytingarnar eru lýstar og komnar í gildi. Tað sigur Jógvan Fríðriksson, biskupur. Boðini eru skrivað, og so skjótt sum lógin er lýst, so verða tey send út. Prestarnir hava kortini fingið boð frá biskupi um, at teir ikki eiga at lova ov nógv, sum teir ikki kunnu halda, tá lógin er lýst, sigur hann. Jógvan Fríðriksson vil ikki avdúka hvat fer at standa í tænastuboðunum, men hann leggur aftrat, at tey verða almenn tá prestarnir hava fingið boðini. Tað er ikki rætt, tað verður ikki fyrr enn broytingarnar eru lýstar, sigur biskupur. Eftir samtyktina í gjár, skal Aksel V. Johannesen, løgmaður fyrst lýsa broytingarnar í Føroyum, sum Løgtingið samtykti. Síðani skulu broytingarnar sendast danska ráðharranum, sum eisini skal lýsa broytingarnar í Danmark. Ikki fyrr enn tað er gjørt, koma broytingarnar í gildi. Jógvan Fríðriksson, biskupur sigur, at hann í morgun hevur sent Mentamálaráðnum ein fyrispurning um síni rættindi og hvørjar heimildir hann hevur sum biskupur. Kirkjan hevur ætlanir um at skipa fyri aðalorðaskifti um støðuna í kirkjuni. Tað fer væntandi at taka eini tvey ár, og ein niðurstøða verður eftir ætlan greið á vári í 2019. Myndugleikarnir mugu rætt og slætt fáast at viðurkenna stóru íbúðarneyðina og gera nakað við trupulleikan, sigur Rebekka Vestergaard, ein av stigtakarunum til Fjølbroyttari bústaðarmøguleikar í Føroyum . Tað er ikki bara sum at siga tað, at røkja garðin. Men við góðum ráðum frá Haraldi S. Hansen, gartnara, kanst tú lætta um uppgávuna. Vit vitja Sjóminjasafn Josafat Hinriksonar á Norðfjørðinum, tosa við Torbjørn Joensen og Mortan Johannesen um vantandi sjóvinnusavn í Føroyum. Lovisa Luðvíksdóttir sigur frá sjókonum, útróðrarkonum, í Íslandi og Smári Geirsson sigur frá føroyska bátafiskiskapinum á Eystfjørðum. Viðgerðin av fiskivinnunýskipan fór av álvara í gongd í løgtinginum mánadagin. Nú liggja trý uppskot í vinnunevndini í Løgtinginum. Bjarni Hammer, formaður, greiðir frá, hvussu Vinnunevndin fer at arbeiða við málinum, og hvørji útlit eru fyri eini breiðari semju í Løgtinginum. Val verður í Bretlandi um góða viku, har sosialdemokratiski Labour flokkurin sær út til at fáa eitt sera vánaligt val. Er vánaliga støðan hjá Labour enn eitt dømi um sperdu støðuna hjá evropeiska vinstravongurin seinastu árini Tað hoyra vit Sólvit Nolsø, Sjúrður Skaale og Heina í Skorini skifta orð um. Føroyski fiskiflotin fiskaði 568.000 tons í fjør, tað eru 18.000 tons minni enn í 2015, upplýsir Hagstovan. 279.000 tons, næstan helvtin, vórðu fiskað í føroyskum sjógvi í fjør. Føroyingar fiskaðu 13.000 tons meira av sild í fjør enn í 2015 og góð 21.000 tons minni av lodnu og 12.000 tons minni av makreli. Heildarveiðan er uppgjørd í livandi vekt. Síðani 2012 er føroyska heildarveiðan vaksin góð 200.000 tons. Talan er um uppsjóvarfisk. Men hon er ikki so góð nú sum hon var metárið 2006, tá føroysk skip fiskaðu 623.000 tons. Fiskimálaráðið sigur, at føroyingar høvdu ikki ræðið á skipinum. Northwest Pelagic leyk ikki treytirnar í lógini um vinnuligan fiskiskap um útlendskan kapital og føroyskan ræðisrætt. Í beinleiðis sending í kvøld, varð avdúkað hvør hevði skrivað besta, og hvør hevði skrivað næstbesta leikrit til leikritakappingina hjá Kringvarpinum. Uttan at vita av hvørjum øðrum høvdu systkini Súsanna og Hans Tórgarð sent hvør sítt leikrit inn til leikritakappingina. Og tað sermerkta var, at í báðum leikunum verður farið biltúr. Súsanna segði í viðtalu við Gunnar Nolsøe, vertin á mentannarkaf ini, at hon í fleiri ár hevði havt hesa søguna í huganum. Hetta er ein leikur, sum byrjar millum Hósvík og Kollafjørð, og endar við Leynavatn. Nakrir fáir steðgir á vegnum, og so er hálvi tímin farin, sum leikurin skuldi vara. Súsanna Tórgarð fekk 1.virðisløn fyri leikin Mynd í ódnarveðri . Og í niðurstøðuni hjá dómsnevndini stendur millum annað, at leikurin er sera væl skrivaður við samrøðu í høgari ferð, og einum greiðum, dramatiskum bygnaði. Lurtarin verður hildin í spenningi frá byrjan til enda . Hans Tórgarð fekk 2.virðisløn fyri leikin Norðureftir . Dómsnevndin skrivaði millum annað í grundgevingini, at leikurin tekur lurtaran við á eina ferð í ein gerandisligan og samstundis ófrættakendan heim. Persónarnir dragast við spurningar, sum einans lurtarin kann svara . Eisini í leikinum hjá Hansi, fer leikgongdin fram í einum bili. Hugskotið at skriva ein slíkan leik kom, tá Hans spældi við í leikinum Ímeðan vit bíða eftir Godot hjá Samuel Beckett, tá leikurin varð settur upp á Tjóðpallinum fyri nøkrum árum síðani. Hvussu kunnu tveir menn í einum bili tosa saman um alt møguligt, og siga bæði eitt og annað, uttan at tosa um tað, sum teir av røttum veruliga áttu at tosa um. Tað var í sambandi við, at 6. februar í ár vóru seksti ár liðin, síðan útvarpið hjá Kringvarpinum byrjaði at senda. Ein táttur, sum tá beinanvegin vann frama og fekk stóran týdning millum, fólk var útvarpsleikurin. Seinnu árini er útvarpsleikur til vaksin mestsum dottin niður fyri, men barnaútvarpið hevur tó alla tíðina bjóðað ungu lurtarunum leikir, drama og jólakalendarar. Ásannast má, at tekstslagið og útvarpsleikur, livir sítt fríska lív. Í grannalondum okkara og um allan heim verða útvarpsleikir framleiddir, enntá verða filmir skrivaði um til útvarpsleik. Í eini roynd aftur at vekja útvarpsleikin og fáa til vega leikrit, sum kunnu sendast í útvarpinum, varð hendan kappingin boðin út. Og tá freistin var farin 20.apríl, vóru ikki færri enn 12 handrit komin inn. Dia Midjord, kringvarpsstjóri, avdúkaði vinnararnar, og umframt skreytbløð og sóljutyssi fáa vinnararnir peningin, sum var at vinna. Fyrsta virðisløn var 25.000 kr, og onnur virðisløn var 10.000 krónur Hýrurin var góður í Studio 5, tá vinnararnir av leikritakapping kringvarpsins vórðu avdúkaðir beinleiðis í Mentanarcaf ini í kvøld. Súsanna Tórgarð fekk 1. virðisløn fyri útvarpsleikritið Mynd í óðnarveðri, meðan Hans Tórgarð fekk 2. virðisløn fyri útvarpsleikritið Norðureftir. Útvarpsleikurin Mynd í óðnarveðri verður frumsendir í útvarpi kringvarpsins í heyst. Mentanarnáttina fer Tórshavnar Big Band á pallin saman við einum fjølbroyttum útvali av føroyskum sangarum. Og sangskráin fevnir um føroyska tónleikasøgu farnu 60 árini. Norðurbryggjan er eitt spennandi mentanarhús á havnalagnum í Keypmannahavn, ið er staðsett skamt frá Operahúsinum. Elin í Stórustovu hevur hitt stjóran Karin Elspudóttir á Norðurbryggjuni. Tú kanst hoyra Mentanarcaf ina her Eina við Hálsatjørn og eina á Fríðufløtum, og er nú møguleiki til at seta seg upp á tilmeldingarlista, skrivar kommunan á heimasíðuni. Tilmeldingarlistin skal eisini nýtast sum vegleiðing, so kommunan lættari kann taka støðu til, hvussu nógv grundstykkir verða gjørd í fyrsta umfari. Tá ið útstykkingin er endaliga góðkend og projekterað, verður møguleiki at velja sær stykki vísandi til raðfylgjuna, sigur kommunan. Treytir eru tó fyri at sleppa á listan, millum annað, at tú skal vera 18 ár. Frá 1. oktober í ár verða upplýsingar um fiskasjúkur, laksalús, heilivág og onnur viðgerðarevni hjá alivinnuni almannakunngjørdar á heimsíðuni hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Tað hevur Løgtingið samtykt. Uppskotið hjá meirilutanum í Vinnunevndini, sum andstøðan hevur meirluta í, um at linka kravið nakað fall í tinginum. Alifeløgini eiga ikki at verða noydd at almannakunngera, hvussu nógvar laksalýs tær hava, og hvør viðgerðin er. Í staðin fyri kann innlit latast í tølini, segði meirilutin. Málið um at byggja stóru dokkhøllina hjá skipasmiðjuni, MEST, á Skála verður nú lagt út til almenna hoyring. Almennur borgarafundur var týskvøldið í síðstu viku. Frá 6. juni til 27. juni liggur broytingin í byggisamtyktini frammi á býráðsskrivstovuni og kunningarstovuni í Saltangará í vanligari upplatingartíð. Endafreistin fyri møguligum mótmælum og ella broytingaruppskotum til byggingina er sett til 18. juli 2017. Tað sæst á heimasíðuni hjá Runavíkar kommunu. Runavíkar býráð viðgjørdi málið um byggingina á Skála á fundi dagin eftir borgarafundin í síðstu viku. Kommunan gjørdi tá av, at málið skal út til almenna hoyring. Bólkurin Jasmin vann Sement 2017. Tey hittust til sangleikin feitar tíðir og fingu síðani hug at spæla saman. Tey sum manna bólkin eru Jasmin Mote, Bergur Fonsdal Johannesen, Vinjar Egilsnes Petersen, og Jósef Magni Heinesen. Vit halda tað riggar sera væl, at slatra til foreldur, tá børn og ung víðarisenda nakinmyndir uttan samtykki til onnur. Sambandið millum børn ung og foreldur er nakað annað enn sambandið millum børn ung og løgregluna. Ofta vilja børnini og tey ungu heldur hava, at løgreglan fær boð um teirra illgerðir enn, at foreldrini fáa boðini, siga Pulterkammerets Aktivister . Amnesty Føroyar skipar fyri tiltakinum Nakin á netinum í kvøld, hóskvøld 01.06.2017, í Perluni klokkan 19 00. Vit hoyra tað allar fyrsta úr Mórugøtu 8. Um Kenneth, Katju, mammuna, pápan og Jón og mong onnur. Hvørjir eru trupulleikarnir á hesum sinni Vit hoyra tað allar fyrsta úr Mórugøtu 8. Um Kenneth, Katju, mammuna, pápan og Jón og mong onnur. Hvørjir eru trupulleikarnir á hesum sinni Vit hoyra tað allar fyrsta úr Mórugøtu 8. Um Kenneth, Katju, mammuna, pápan og Jón og mong onnur. Hvørjir eru trupulleikarnir á hesum sinni Vit hoyra tað allar fyrsta úr Mórugøtu 8. Um Kenneth, Katju, mammuna, pápan og Jón og mong onnur. Hvørjir eru trupulleikarnir á hesum sinni Høvuðskeldan til harðføru og mótstøðuføru VRE bakteriurnar, sum hava verið ein vaksandi trupulleiki á Landssjúkrahúsinum síðstu árini, er nú mest sannlíkt funnin, skrivar Landssjúkrahúsið . Føroyskir sjúklingar hava í fleiri førum fingið bakteriurnar við aftur tá sjúklingarnir hava verið til viðgerð á ymiskum sjúkrahúsum í danska høvuðsstaðnum, Keypmannahavn. Tað staðfestir gransking, sum føroyski læknin, Shahin Gaini, hevur gjørt saman við 20 útlendingum, sum nú er kunngjørd í vísindaligari grein í Journal of Antichemical Chemoterapy . Trupulleikin við mótstøðuføru bakteriunum á Landssjúkrahúsinum tók dik á seg fyri tveimum árum síðani. Talið av VRE tilburðum á Landssjúkrahúsinum tíggjufaldaðist frá mai 2015 til februar 2016. Heilsumyndugleikarnir í Føroyum fóru í februar mánað í fjør í hernað ímóti mótstøðuføru VRE bakteriuni. Ein smittuserfrøðingur og ein mikrobiologur vórðu tá sett í starv, tá sjúkrahúsið setti meira orku inn. Landssjúkrahúsið misti fyri einum ári síðani tamarhald á mótstøðuføru VRE bakteriunum, segði William Smith, smittuverjufrøðingur á Landssjúkrahúsinum, tá í samrøðu við útvarpið. Vit hoyra søguna Findus flytur út. Svend Nordquist skrivaði og Niels Jákup Thomsen týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2012. Heitið á bókini er Secrets of the Faroe Islands, og tað eru lokal fólk, sum geva innlit í øðrvísi upplivingar, ið eru verdar at royna. Bæði samgongan og andstøðan atkvøddu fyri einum broytingaruppskoti hjá seks av sjey limum í Vinnunevndini. Ætlanin hjá landsstýrismanninum var at sleppa fleiri matvørum undan løggilding ella skráseting. Men ein stórur meiriluti í Vinnunevndini mælti til at strika fisk, fiskavørur og skeljadjór í lógaruppskotinum. Tingfólk í samgonguni og í andstøðuni halda, at fiskivinnan er so stórur og týðandi partur av føroyska samfelagnum, at tey samtyktu ikki at slaka krøvini til føroyskar fiskavørur. Tey halda eisini, at uppskotið er ov víðgongt viðvíkjandi víðari framleiðslu í Føroyum úr innfluttum matvørum. Tingið samtykti tí, at lógin bara verður broytt til at umfata mjólkarúrdrátt og svínakjøt. Tey hugsa tá um ostar og skinkur, sum verða innflutt til at ræsa og turka í Føroyum. Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, duldi ikki fyri, at hann vil hava Grønland í ríkisfelagsskapinum, tá hann í Fólkatinginum svaraði einum fyrispurningi frá danska fólkaflokkinum um grønlendskt sjálvstýri. Heilsufrøðiliga starvstovan óttast sjúkuelvandi bakteriur, um tað verður møguligt at framleiða matvørur úr innfluttum svínakjøti og mjólkaúrdrátti uttan eftirlit. Ætlanin hjá landsstýrismanninum var at sleppa fleiri matvørum undan løggilding ella skráseting. Men ein stórur meiriluti í Vinnunevndini mælti til at strika fisk, fiskavørur og skeljadjór í lógaruppskotinum. Tingfólk í samgonguni og í andstøðuni halda, at fiskivinnan er so stórur og týðandi partur av føroyska samfelagnum, at tey samtyktu ikki at slaka krøvini til føroyskar fiskavørur. Tingið samtykti tí, at lógin bara verður broytt til at umfata mjólkarúrdrátt og svínakjøt. Tey hugsa tá um ostar og skinkur, sum verða innflutt til at ræsa og turka í Føroyum. Men Heilsufrøðiliga Starvstovan heldur at lógin er hættislig, tí vandi er fyri at fólk gerast sjúk av bakterium í matvørum, sum eru framleiddar uttan løggilding. Heilivágurin, sum verður tikin í eftirlitinum á veg til Føroyar, gevur ábendingar um, at doping er í Føroyum. Tað sigur Hjalti Gunnarstein, landsapotekari. Apoteksverkið er ráðgevi hjá TAKS, tá tað snýr seg um ólógliga innfluttan heilivág. Heilivágurin, sum verður tikin í eftirlitinum á veg til Føroyar, gevur ábendingar um, at doping er í Føroyum. Tað sigur Hjalti Gunnarstein, landsapotekari. Apoteksverkið er ráðgevi hjá TAKS, tá tað snýr seg um ólógliga innfluttan heilivág. Tað er ein av broytingunum í uppskotinum til eina nýggja alilóg, sum nú er send til hoyringar. Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur í lógaruppskotinum sett inn eina lógargrein, sum beinleiðis knýtir saman aling og virking av laksinum men barStórara í Suðri. Laksur frá alibrúkum á alifirðum í Suðuroy skal verða virkaður á virkjum í Suðuroy. Við virking skal skiljast bløðging, kryvjing, pakking av heilum rundum fiski, ísaður ella frystur. Landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð nærri reglur um virking í Suðuroy. Í viðmerkingunum til uppskotið um nýggja alilóg verður víst á, at stórar íløgur eru gjørdar í undirstøðukervið, í vegir, brýr og tunnlar, sum hava gjørt tað lætt at flyta fólk og farm frá einum parti av landinum til annan. Landið er ein samrunnin eind, millum annað tá tað snýr seg um vinnuligt virksemi, arbeiðsmarknað og útbúgving. Mett verður tí, at tað er ikki tørvur á generelt at taka serlig økisatlit í sambandi við umsiting av alilógini. Suðuroyggin er hóast vælútbygt sjóvegis ferðasamband í mun til hinar partarnar av landinum fjarskotin, og er í vinnuligum høpi og arbeiðsmarknaðarhøpi enn ikki ein samrunnin partur av hinum økjunum í landinum. Fólkatalið í Suðuroynni minkar alsamt, hóast tað er vaksandi í landinum sum heild, og arbeiðsloysið er val hægri enn í landinum annars. Tað eru fá faklærd og ófaklærd arbeiðspláss í oynni, og fólkið leitar sær burtur at finna sær arbeiði og kemur ikki aftur. Tí vil landsstýrið lóggeva, at laksur frá alibrúkum í Suðuroy skal verða virkaður á virkjum í Suðuroy. Sambært heimasíðuni hjá Arbeiðsloysisskipanini eru í dag 63 fólk arbeiðsleys í Suðuroynni. Tá 5 mannaførini við kvinnum skuldu rógva á norðoyastevnu, var ov lítið av tíð sett av til upphiting. Hetta er stórt spell og má broytast til næstuferð, sigur bátsforkvinnan á Jallinum, Sonja í Hoyvík. Tær høvdu átta minuttir frá tí, at tær løgdu frá landi, til tær skuldu krøkja í startin Verður ein íðkari tikin fyri doping, eigur viðkomandi sjálvur ábyrgdina. Eisini sjálvt um læknin hevur latið heilivágin úr hondum. Tí er alneyðugt við kunning og fyribyrgjandi arbeiði, sigur formaðurin í antidopingnevndini, sum vitjar útvarpsstovuna. Eisini greiða læknar og landsapotekarin frá, hvussu dopingevni virka, umframt hvørji hjáárinini kunnu vera. Luttakarar í sendingini Jarvin Feilberg Hansen, Pero Sore, Hjalti Gunnarstein og Sølvi Winther Olsen Stállínuskipini høvdu ein avgerandi týdning fyri føroyska samleikan, og tí er umráðandi, at vit siga søguna um hetta tíðarskeiðið. Tað heldur Leif Abrahamsen, fyrrverandi formaður í Føroyagrunninum, sum ætlar at seta á stovn eitt fiskivinnusavn kring gamla línuskipið, Nónhamar. Tað fer at kosta slakar 4,6 milliónir krónur at leiga tær tríggjar hæddirnar í Sjóvinnuhúsinum, og væntandi verður skrivað undir leigusáttmálan í næstum, sigur stýrisformaðurin. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, ætlaði, at Johnny í Grótinum skuldi vera ovasti leiðari fyri sjúkrahúsini, sum nú verða løgd saman í eina felags leiðslu. Heilsumálaráðið skal nú finna annan leiðara fyri landssjúkrahúsið, men tað er ikki vist, at nýggi stjórin eisini skal verða ovasti stjóri fyri alt sjúkrahúsverkið. Forlagið Sprotin gav út bókina í 2015, Edward Fuglø hevur gjørt kápumyndina til føroysku útgávuna. Sonja Kjølbro hevur staðið fyri umbótingini. Føroyingar eru tað fólkið í Evropa, sum er mest virkið á arbeiðsmarknaðinum. Tað vísa tøl hjá Hagstovuni, sum eru borin saman við evropeisk tøl. Í Føroyum eru 87 prosent av monnunum, í aldrinum 15 til 74 ár, virknir á arbeiðsmarknaðinum, meðan talið er 83 prosent fyri kvinnunar. Føroyar eru tað landið, sum hevur frægast javnstøðu á hesum øki. Meiriluti á eini fólkaatkvøða um stjórnarskipan, sum byggir á sjálvstýri og tí fer út um donsku grundlógina, er tað sama sum at taka loysing. Og hóast loysingin ikki skal vera fyrr enn um nógv ár, byrjar lokið á statskassanum at fara aftur í somu løtu, sum úrslitið á fólkaatkvøðuni er greitt. Í Grønlandi eru fólk sett at gera uppskot um stjórnarskipan. Ætlanin er eisini at gera uppskot, sum skal vera klárt, tá ella um Grønlandi loysir frá Danmark. Fíggjarmálaráðið hevur eisini spurt Vágs kommunu, um tveir grunnar ella sjálvsognarstovnar, Pálshøll og Vágs Ítróttarráð, hava fíggjarligt samband við Vágs kommunu. Fíggjarmálaráðið vil hava vitan, sum kann brúkast til at viðgera, um talan er um kommunalt virksemi, sum eigur at vera við í roknskapinum hjá kommununi. Í fráboðan frá landsstýrisrkvinnunum Sirið Stenberg og Kristinu Háfoss stendur, at eftir ólavsøku kemur uppskot um lóg, sum skal gera el til hitapumpur og til elbilar bíligari. Tær siga, at arbeitt verður eisini við tilmælum um onnur ítøkilig uppskot um átøk fyri at røkka málinum hjá SEV, sum er 100 prosent grøn orka í 2030. SEV boðaði frá fyri meira enn einum ári síðani, at SEV vil selja bíligari streym til teirra, sum hava elbil ella hitapumpu, tað eru tey, sum brúka grøna orku. Jacob Vestergaard, sýslumaður í Eysturoynni, hevur eftir tilráðing gjørt av, at Jógvan Christiansen, Skála, Regin Borðoy, Skálafirði, Ludvík við Stein, Glyvrum og Jón Nónklett, Saltangará, eru grindaformenn. Tórshavn Marathon dregur nógvar útlendskar rennarar til Føroya. 2 3 av rennarunum til ársins Tórshavn Marathon eru útlendingar. Síðan 2003 hevur Bragdið skipað fyri árligum rennitiltaki. Tað hevur verið vaksandi undirtøka hvørt ár, sigur Robert Vilhelmsen frá Bragdinum. Fólkaheilsurenningin er skipað soleiðis at hon er meira fólkslig. Øll skulu kunna vera við, um tey hava hug at ganga ella renna, sigur Ólavur Jøkladal i Fólkaheilsuráðnum. Í seinasta lagi 1. januar 2018 skal ein ovasti leiðari setast fyri alt sjúkrahúsverkið í Føroyum. Ovasti stjórin skal saman við lokalbundnu leiðslunum mynda framtíðar leiðsluna í sjúkrahúsverkinum. Tann ætlanin heldur fram, hóast Johnny í Grótinum, stjóri á Landssjúkrahúsinum, er settur sum stjóri í Kringvarpinum, og tekur við starvinum 1. september. Sambært Johnny í Grótinum sjálvum, so var semja um, at hann skuldi vera ovasti leiðarin, sum síðani skuldi mynda leiðsluna saman við Hera Ellingsgaard, stjóra á Klaksvíkar sjúkrahúsi, og Ronnie Midjord, stjóra á Suðuroyar sjúkrahúsi. Nú má so alt arbeiðið endurskoðast, og enn hava vit ikki havt stundir at tosa um viðurskiftini, sigur Sirið Stenberg. Tað verður gjørt eftir hvítusunnu. Men greitt er, at ein nýggjur stjóri skal setast á Landssjúkrahusinum. Um hann samstundis verður forstjóri fyri alt sjúkrahúsverkið, ella um ein annar skal setast sum forstjóri, ber ikki til at siga nakað um enn, sigur landsstýriskvinnan. Eitt av tilmælunum var at skipa sjúkrahúsverkið sum eina organisatión við einum stjóra. Men tað skulu framvegis vera trý sjúkrahús, við hvør sínari leiðslu og hvør sínum útgreinaðum uppgávum. Landssjúkrahúsið verður akutt sjúkrahús fyri alt landið. Allar bráðneyðugar skurðviðgerðir skulu sum útgangsstøði gerast á Landssjúkrahúsinum. Tað sama er galdandi fyri bráðneyðugar medisinskar viðgerðir, sum einans kunnu viðgerast á Landssjúkrahúsinum. Gransking og útbúgving fara í høvuðsheitum fram á Landssjúkrahúsinum, men av tí at alt sjúkrahúsverkið verður ein organisatión, ber eisini til at skipa soleiðis fyri, at partar av útbúgvingini fara fram á hinum báðum smáu sjúkrahúsunum. Klaksvíkar sjúkrahús verður framhaldandi lokalsjúkrahús fyri Norðoyggjar og partvíst Eysturoynna. Umframt verandi virksemi, skal sjúkrahúsið fremja fleiri smærri skurðviðgerðir, har sjúklingar verða útskrivaðir sama dag. Umhugsað verður eisini at fáa framt fleiri kikaraviðgerðir í Klaksvík. Og harumframt skal setast á stovn miðstøð í endurvenjing í Klaksvík, í samstarvi við serfrøðingamiðstøð í Danmark. Suðuroyar sjúkrahús verður framhaldandi lokalsjúkrahús fyri Suðuroynna við einari styrktari akuttari tilbúgving. Umframt verandi virksemi skal sjúkrahúsið fremja fleiri smærri skurðviðgerðir, har sjúklingurin verður útskrivaður saman dag. Tann hjartarehabilitering, sum er á Suðuroyar sjúkrahúsi, skal styrkjast, og endurvenjingin verður víðkað. Hesar ætlaninar halda fram, og miðað verður framvegis eftir, at felags leiðslan skal taka við 1. januar, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna. Fyrsta umfarið av mammografis creeningini av føroyskum kvinnum er farið afturum, og higartil hava 674 kvinnur fingið skannað bróstini á Landssjúkrahúsinum. 5 teirra eru farnar til víðari kanningar á bróstambolatorium. Tað eru føroyskir radiografar, sum taka myndirnar til mammografiscreening, men tað eru tveir danskir røntgenlæknar á Sjællands Universitetshospitali, ið greina myndirnar. Kallað verður inn 3 4 ferðir um árið, góðar 800 kvinnur hvørja ferð. Ein av vinkonunum, ið hevði verið uttanlands í fleiri ár, men sum nú var flutt heim aftur, var við í jólaveitsluni. At hon var farin av landinum inniliga ørkymlað, tí hon var vorðin kynsliga og andliga misnýtt, óraðu tær ikki. Men viljin til at hevna tað, ið tær hevði verið fyri, vaks sum krabbasvullur í henni, og komin heim, framdi hon ætlanina í verki. Ikki einans tók hon lívið av manninum, ið hevði gjørt seg inn á hana, men skuldi eisini gera av við vinkonuna, ið var upphavið til skeiklaða lívið. Í juni í ár skipa tær fyri einum hugnaligum vikuskifti í lítlari bygd norðanfyri. Tær kopla úr tí vanliga gerandisdegnum og seta í frígir nú verður prát, látur, vín, túrar, hvíld á skránni. Sama leygarmorgun, sum tær keypa inn á veg út úr gerandisdegnum, verður í tíðindunum sagt frá, at ein út róðr arbátur hevur fingið ein gummistivla hjá einum eftirlýst um sjómanni á línuna. Maðurin, sum var farin at drekka illa, tí okkurt nívdi hann, hevði verið saknaður eina tíð. Men tað vikuskiftið hendir ymist, ið skakar lítlu bygdina í sínum grundvølli, tí tá ið skýmt er, standa brádliga logar úr húsunum hjá gamla læraranum, og tá ið slepst framat, fáa fólk enn ein skelk, tí lærarin hongur deyður undan bitanum í hjallinum við lykkju um hálsin. Ein av bindiklubbakonunum fór einsamøll út at spáka sær ein túr, meðan hinar sótu og sjabbaðu um okkurt. Hon skuldi bara líka fáa sær luft men hon kom ikki afturíaftur. Eingin skilir nakað. Ongar ábendingar hava verið um nakað óvanligt, men bindiklubburin er aftur í brenni deplinum, og úr havinum rísur ein nýggjur duldarfullur dagur. Reiðaríið Næraberg hevði einki veiðiloyvi til Næraberg og Slættaberg, tá landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum næstsíðsta fríggjadag, 19.mai, lýsti eina kunngerð, har 70.000 tons av svartkjafti verða latin at fiska sum felagskvota. Andstøðan á løgtingi leggur landsstýrismannin í fiskivinnumálum undir at umsita lógina um vinnuligan fiskiskap beint ímóti eini greiðari niðurstøðu hjá Løgtingsins Umboðsmanni. Nógv er framvegis eftir av teimum 70.000 tonsunum av svartkjafti, sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum skrivaði út sum felagskvotu 19. mai. Støðan í Suðuroynni ger, at neyðugt er at taka serlig atlit, og verður krav sett um, at alifiskur eisini skal kryvjast í oynni, verða fleiri arbeiðspláss. Strandfaraskip landsins hava í vikuni sent Samferðslumálaráðnum uppskot um nýggjan bát, sum fyrst og fremst skal brúkast til at avloysa skipini hjá stovninum. Tveir menn, 23 og 26 ára gamlir, skulu sita í varðhaldi fýra vikur aftrat. Menninir eru skuldsettir fyri drápsroynd ella grovan harðskap. Martin Gravesen, ákæri, sigur, at løgreglan skal gera nakrar kanningar aftrat, og tí var neyðugt at fáa varðhaldsfongslingina longda við fýra vikum. Hann væntar, at í hvussu so er 30 til 40 innkallingar vera. Tey fyrstu fáa boð um at koma mikudagin og hósdagin í næstu viku, sigur Bjarni Hammer. Boðini úr Fiskimálaráðnum koma eftir, at andstøðan á løgtingi hevur lagt landsstýrismannin í fiskivinnumálum undir at umsita lógina um vinnuligan fiskiskap beint ímóti greiðari niðurstøðu hjá Løgtingsins Umboðsmanni. Í 2014 segði Umboðsmaðurin, at tað ber ikki til at flyta veiðiloyvini frá línuskipum til ídnaðarskip, sum síðani kunnu fiska makrelkvotuna hjá línuskipunum. Nú hevur stovnur undir landsstýrismanninum í fiskivinnumálum flutt veiðiloyvi hjá línuskipum yvir á uppsjóvarskip, soleiðis at hesi sleppa til svartkjaftafiskiskap. Útvarpið hevur allan fyrrapartin roynt at fáa viðmerking frá Høgna Hoydal, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, men tað er ikki eydnast okkum. Løgtingið eigur at broyta lógina um koyrikort til prutl, so koyrikortið bert verður latið til ung eina ferð antin tá tey eru 15, ella tá tey eru 16 ár. Samskifti millum Kommunulæknafelagið og Heilsumálaráðið er batnað, síðani Kommunulæknafelagið fyri góðum mánað síðani hótti við at fara í verkfall. Kommunulæknarnir samskifta við Heilsumálaráðið, Fíggjarmálaráðið og Heilsutrygd um eina loysn tað gongur væl, sigur Marjus Dam, sum ikki vil gera samrøðu við Útvarpið, so leingi tingingar eru. Samfelagið er vorðið meira professionelt, og tí vil Pedagogfelagið styrkja partin, sum er at samskifta við limirnar og við samfelagið, sigur Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum. Í sambandi við, at Odd Fellow hevur opið hús á Mentanarnáttini í Havn, hevur vikuskiftissendingin verið á gátt hjá brøðrunum. Hoyr Per Skov greiða frá um felagsskapin. Rasmus og Bergur, sum spæla við trio ini Gangandi skógvar , greiða frá um konsertina, sum teir skulu spæl á mentanarnáttini í Havn. Hoyr innslagið, sum varð sent í vikuskiftissendingini Anders Berg, formaður í Føroya Ellisakførum, greiðir frá um felagið og bilarnar, sum standa í gamla vatnbrunninum í Marknagili. Hoyr innslagið, sum varð sent í vikuskiftissendingini Sprotin og Bókahandlarnir hava útskrivað eina nýggja skaldsøgukapping og vinningurin hesa ferð er 100.000 krónur. Tað kunngjørdi Jonhard Mikkelsen á Mentanarnáttini í Havn í gjárkvøldið, á Reinsarínum, har Sprotin hevði tiltakið Orð og Tónar. Fyrraárið skipaðu bókahandlarnir og Bókadeildin eisini fyri skaldsøgukapping, og ta ferðina vann Marjun Syderbø Kjælnes kappingina. Nú er avgjørt at hava slíka kapping aftur, og hesa ferð er Sprotin forlag. Fyri tveimum árum síðan var tað eitt krav, at tað skuldi vera ein samtíðarskaldsøga. Hesa ferð eru ongar treytir um nær og hvar, skaldsøgan skal vera farin fram, ella hvat hon skal vera um. Eg hugsi, at nógvar lagnur hjá føroyingum kunnu vera grundarlag undir einari góðari skaldsøgu, til dømis einari ævisøguligari skaldsøgu, segði Jonhard Mikkelsen, sum kortini legði dent á, at hvør ger, sum hann ella hon vil. Treytirnar eru, at skaldsøgan er á føroyskum, hon skal í minsta lagi vera 150 síður, við 2000 eindum á hvørjari síðu, sum tað verður sagt, og hon verður latin inn 1. september í 2018. Sostatt er skotbráið 15 mánaðir at skriva eina skaldsøgu hjá teimum, sum hava góð hugskot ella spennandi skitsur til eina skaldsøgu liggjandi og brenna eftir at fáa tað gjørt. Dómsnevndin, sum verður sett, fær ikki at vita, hvør hevur skrivað verkið. Tá skaldsøgukappingin var fyri tveimum árum síðan var vinningurin 50.000 krónur, men nú er hann altso tvífaldaður. Vinningurin er settur at vera 100.000 krónur saman við einum góðum útgávusáttmála frá Sprotanum. Segði Jonhard Mikkelsen, stjóri á Sprotanum á Mentanarnáttini í gjárkvøldið. Annars snúgva spurningarnir hesaferð seg um, at tíðindi við yvirgangi verða send beint eftir barnaútvarpið, um tryggingarpengar fyri ein brotnan rút, og um hvat ein mamma skal gera, nú 17 ára gamla dótturin hevur fingið ein nógv eldri sjeik. Í panelinum eru Durita Nolsøe, Leif Láadal og Janus Poulsen Í fráboðan frá landsstýriskvinnunum Sirið Stenberg og Kristinu Háfoss stendur, at eftir ólavsøku kemur uppskot um lóg, sum skal gera el til hitapumpur og til elbilar bíligari. Tær siga, at arbeitt verður eisini við tilmælum um onnur ítøkilig uppskot um átøk fyri at røkka málinum hjá SEV, sum er 100 prosent grøn orka í 2030. SEV boðaði frá fyri meira enn einum ári síðani, at SEV vil selja bíligari streym til teirra, sum hava elbil ella hitapumpu, tað eru tey, sum brúka grøna orku. SEV eftirlýsti tá lógarbroytingina, sum loyvir tí. Fólkaheilsuráðið, Krabbameinsfelagið og rennifelagið Bragdið stóðu í dag saman um árliga Tórshavn Marathon og fyri einum góðum tíma síðani kom fyrsti rennarin á mál í Tórsgøtu í Havn. Fyrstaplássið eigur italski Raoul Jankowsky sum kom á mál við tíðini 2 44 48. Andreas Hansen kom á øðrum plássi, men gjørdist kortini føroyameistari við tíðini 2 55 03. Tann, sum verður kosin føroyameistari, skal nevniliga hava bústað í Føroyum. Fimtan ára gamla rutumetið hjá Cecil Weihe reyk sostatt í dag á tí 16. Tórshavn Marathon. Cecil Weihe kom á mál sum nummar trý í dag. Í Føroyum eru alsamt færri gentur, sum lata seg koppseta. Her hjá okkum sæst, at talið á koppsetingarskamtanum er kavað í botn síðan 2014. Hildið verður, at vit nú liggja á sama lága stigi sum í Danmark, har einans 17 prosent av 14 ára gomlu gentunum hava latið seg koppseta. Í Noregi er talið 84 og í Svøríki 73 prosent. Spurningurin er, hví so er. Katrin Kallsberg serlækni í kvinnusjúkum heldur, at tað hongur saman við nøkrum ræðusøgum um hjáárin av koppsetingini, og so tað, at myndugleikarnir hava ikki verið nóg greiðir í sínum tilmælum. Føroyska heilsumálaráðið hevur nú kallað fleiri partar saman at gera eina virkisætlan, ið skal fáa føroysk foreldur at koppseta sínar døtur. Í bólkinum eru Kommunulæknafelag Føroya, Landslæknin, Gigni, Heilsutrygd, Landsapotekarin, Landssjúkrahúsið og Krabbameinsfelagið. Virkisætlanin skal vera liðug 1. juli, og tá kemur væntandi eitt greitt tilmæli til føroysk foreldur um at lata sínar gentur koppseta móti lívmóðurhálskrabba. Ingvør Justinussen, varastjóri í Gigni, sigur tað vera altavgerandi, at vit fáa eina nógv størri undirtøku í Føroyum fyri koppsetingini , tí hon bjargar rætt og slætt lívum. London varð seint í gjárkvøldið rakt av yvirgangi. Politiið upplýsir í morgun, at í minsta lagi seks fólk hava latið lóv, og 48 fólk eru flutt á sjúkrahús. Talan var um tvær yvirgangsatsóknir ein á London Bridge og eina á Borough Market. London varð seint í gjárkvøldið rakt av yvirgangi. Politiið upplýsir í morgun, at í minsta lagi seks fólk hava latið lív, og 48 fólk eru flutt á sjúkrahús. Talan var um tvær yvirgangsatsóknir ein á London Bridge og eina á Borough Market. Á London Bridge koyrdi ein hvítur vøruvognur upp á gongubreytina við nógvari ferð og rakti fleiri fólk, sum vóru til gongu. Síðani fóru gerningsmenninir til Borough Market, har teir stungu fleiri fólk niður. Borough Market er ein sera vælumtóktur matmarknaður, og bæði har og á London Bridge savnast altíð nógv fólk. Politiið kom á staðið, og skeyt tríggjar mans, sum tey siga eru gerningsmenninir. Í løtuni halda vit, at tað vóru tríggir gerningsmenninir, men fleiri kanningar skulu gerast fyri at staðfesta, um onnur vóru við til at fyrireika atsóknina, sigur Mark Rowley, politikommiserur hjá Metropolitan Police. Freistin, at søkja um at gagnnýta vatnið, sum rennur í tunlinum, var úti hósdagin.Talan er um vatn, sum rennur úr rivum og øðrum lekum inni í Sumbiartunlinum. Enn er ikki avgjørt, um talan verður um eitt ella fleiri loyvi. Loyvið at gagnnýta vatnið í Sumbiartunlinum varð lýst leyst herfyri, tí tann sum hevði loyvið, brúkti tað ikki. Arbeiðið at vinna út vatnið í tunlinum hevði ligið stilt í nøkur ár. Av tí at virksemið hevur ligið stilt, varð avgjørt at kalla loyvið inn aftur, sigur Jógvan Thomsen, stjóri á Skráseting Føroya. Innkomnu umsóknirnar verða nú gjøgnumgingnar. Miðað verður eftir at taka avgerðina um loyvið innan summarfrítíðina, men tað kann vera, at tað dregur út til seinni í summar, sigur Jógvan Thomsen, stjóri á Skráseting Føroya. Bæði feløg og einstaklingar kunnu søkja. Kravið er, at teir hava bústað ella eru skrásett í Føroyum ella umveldisvídd Hoyvíkssáttmálans. Tað vil siga, at persónar og feløg í íslandi kunnu eisini søkja. Eitt bjargingarátak var í Kalsoynni í nátt. Millum 10 30 og 11 í gjárkvøldið fekk politiið boð um fólk, sum høvdu gingið seg fastan í Kalsoynni. Leygardagin varð blandaður tvímansleikur, einmanleikur menn og tvímansleikur kvinnur spældur, og í dag er tvímansleikur menn og einmansleikur kvinnur á skránni. Kappingin gevur leikarunum og venjarum møguleikan at royna ymiskar møguleikar av, áðrenn farið verður avstað til Gotlands sigur formaðurin í BSF Erik Engelbrecht Thomsen. Rakul í Gerðinum, sum er forkvinna í Heilsurøktarafelagnum sigur, at eftir hennara tykki kunnu kommunur og stovnar gera nakað beinanveg fyri at lætta um trupulleikan. Og tað er at lata fólk sleppa at arbeiða fulla tíð Fyrsta málið kom eftir at 20 minuttir vóru leiktir, tá Ronaldo setti bóltin í netið til 1 0. Juventus reisti seg lítla løtu seinni við einum máli frá Mandzukic. 1 1 og so aftur spennandi. 1 1 var eisini støðan tá fari varð til hálvleiks. Eftir umleið ein tíma, legði Real Madrid seg aftur á odda við einum máli frá Casemiro. Bara tríggjar minuttir seinni var tað aftur Ronaldo, sum var á rætta stað. Ronaldo legði Real Madrid á odda 3 1, og setti beinleiðis kós móti sigrinum. Bókin er úrslit av eygleiðingum, kanningum og gransking, sum Helgi í Brekkunum sjálvur hevur gjørt. Hann fer millum annað aftur í søguna og kannar áseyðatal, og hann skrásetur, hvussu veðrið ávirkar trivnaðin og vektina á seyði. Helgi greiðir frá royndum og ábótum, ið hava verið gjørdar gjøgnum tíðina, til dømis í Hvalvík, har Helgi sjálvur hevur fingist við seyð. Steintór Rasmussen, sum í fjør debuteraði við krimiskaldsøguni Deyðin fer í bindiklubb , er eisini aftur á marknaðinum við nýggjari krimi. Bókin eitur Hevndin úr havsins dýpi , og er framhald av teirri fyrru. Bøkurnar báðar vóru lagdar fram á Mentanarnáttini fríggjakvøldið. Áki Johansen, sum er føroyskur sendimaður í London, greiðir her frá, hvat bretski forsætisráðharrin, Theresa May, segði, tá hon varð spurd um, hvat hon ætlar at gera við trygdina í landinum. Spurningurin um at flyta veiðiloyvi frá línuskipum til uppsjóvarskip, kemur nú upp á politiskt stig. Bjørn Kalsø í Sambandsflokkinum hevur sett Høgna Hoydal, landsstýrismanni í fiskivinnumálum ein grein 52 spurning um málið. Um Høgni Hoydal svarar játtandi, vil Bjørn Kalsø hava at vita, hvørjar avleiðingar landsstýrismaðurin heldur, at tað eigur at fáa. Tingmaðurin hjá Sambandsflokkinum vísir á, at í einum kjaki í Degi og Viku í desember í 2014 var Høgni Hoydal, sum tá varð tingmaður, sera avgjørdur um fyrisitingina hjá táverandi landsstýrismanni, og somu sjónarmið førdi Høgni Hoydal eisini fram fleiri ferðir í tinginum. Og tað hevur verið sum at bera brenni á bálið, tá løgtingsins umboðsmaður kom til niðurstøðuna, at fyrisitingin hevði ikki verið í lagi. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, segði ikki ósatt fyri tinginum, tá hon svaraði einum fyrispurningi frá Jógvani á Lakjuni í Fólkaflokkinum um hjúnabandslógina. Joen Magnus Rasmussen vísti í fyrispurninginum á, at meirilutin í landsstýrismálanevndini sigur í síni niðurstøðu, at løgmaður hevur verið við til at tulka grein 14, annað stykki, soleiðis, at greinin hevur verið yvirtikin siðani 2017. Og við hesi tulking kunnu vit staðfesta, at Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur sagt ósatt fyri tinginum, segði meirilutin í landsstýrismálanevndini í síni niðurstøðu. Sirið Stenberg svaraði Jógvani á Lakjuni, at hjúnabandsmál er partur av familjurættarliga økinum, sum framvegis er felagsmál. Tí eru tað danskir myndugleikar, sum gera av, hvussu víðari skal farast fram, segði Sirið Stenberg í svarinum. Men løgmaður heldur ikki, at Sirið Stenberg hevur sagt ósatt fyri tinginum. Hann sigur, at í mai mánaði í fjør var ivasamt, um grein 14, annað stykki, var partur av familjurættinum ella fólkakirkjuøkinum, og Sirið Stenberg svaraði 26. mai í fjør Jógvani á Lakjuni eftir bestu sannføring. Tað er eftir hetta, at Løgmansskrivstovan og danska forsætismálaráðið í felag hava tulkað innihaldið í grein 14, øðrum stykki, at vera yvirtikið saman við fólkakirkjuni á ólavsøku í 2007, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, í svarinum til Joen Magnus Rasmussen. Í næstum verður nýtt ríkisumboð sett í starv í Føroyum. Forsætismálaráðið í Danmark, sum setur starvið, vil ikki upplýsa talið á umsøkjarum. Vit plaga ikki at upplýsa talið á umsøkjarum, tá talan er um størv av hesum slag, sigur Anne Dannerfjord, skrivstovustjóri á Norðuratlantsskrivstovuni hjá Forsætismálaráðnum. Hon sigur, at tað er ikki bara, tá talan er um starvið sum ríkisumboð, at tey ikki upplýsa umsøkjaratal. Hetta er eisini galdandi, tá talan er um onnur líknandi størv. Sambært starvslýsingini verða setanarsamrøður í viku 24 og viku 25. Tað vil siga í tíðarskeiðnum frá 12. til 25. juni. Starvið sum ríkisumboð í Føroyum skal setast frá 1. august, ella skjótast gjørligt eftir tað. Starvið sum ríkisumboð er lønt í 39. lønarflokki, sum gevur góðar 56.000 krónur um mánaðin. Haraftrat fær ríkisumboðið møguleika at avtala ískoyti til lønina. Í forsætismálaráðnum vilja tey helst hava starvið áramálssett, og fyri hetta verður veitt eitt eyka ískoyti til lønina. Er talan um tænastumann, ber eisini til at fáa eitt serligt føroyaískoyti, sum gevur góðar 38.000 krónur aftrat um árið. Skipararnir nokta seg sekar í at hava fiskað ólógliga. Brimil tók trolararnir vestur úr Mykinesi í gjáramorgunin, tí teir fiskaðu á eini stongdari leið. Skipini fingu boð um at fylgja við til Havnar, og hagar komu tey beint eftir døgurða í gjár. Politiið hevur avhoyrt fólk umborð á trolarunum og metingarmenn hava gjørt veiðu og reiðskap upp. Vanligt hevur verið, at skipari og reiðarí hava játtað seg sekan, og fingið uppskot til bót, og ikki uttan at teir nokta at rinda bótina, er málið farið í rættin. Talan er um 27 ára gamla Khuram Shazad Butt, sum er bretskur ríkisborgari og føddur í Pakistan. Hann var kendur av bretsku løgregluni og avfregnartænastuni. Sambært løgregluni var ikki mett at hann kundi skipa fyri yvirgangi. Hin er 30 ára gamli Racid Redouane, sum er ættaður úr Marokko og Libya, og hann kendi løgrglan ikki frammanundan. Løgreglan leggur kortini dent á, at eingin hevur eyðmerkt teir dripnu enn, men heldur seg hava røttu nøvnini. Einki verður sagt um triðja mannin, sum framdi álopið. Løgreglan arbeiðir framvegis við at eyðmerkja tey sjey, sum doyðu. Greitt er, at ein úr Kanada og ein úr Fraklandi eru millum tey deyðu, men hini eru helst eisini útlendingar, og tí tekur arbeiðið at eyðmerkja tey tíð, sigur løgreglan. Bretska løgreglan boðar samstundis frá, at øll tey 12, sum vórðu tikin eftir atsóknina leygarkvøldið, eru latin leys aftur. Tey vóru øll tikin í býarpartinum Barking í eysturlondon. Uppskotið um kunngerðina er nú til hoyringar. Føroya váðaráð skal tryggja, at føroyskir myndugleikar í góðari tíð fáa ávaringar um fíggjarligar váðar í samfelagnum, og tilmæli um átøk, sum kunnu fyribyrgja, at fíggjarligir váðar gerast til framtíðar fíggjarkreppur. Føroya váðaráð fer at lata Skráseting Føroya, Tryggingareftirlitinum ella landsstýrinum tilmæli og ávaringar. Landsstýrið kann brúka tilmæli frá Váðaráðnum til at gera uppskot um lógir ella lógarbroytingar. Føroya váðaráð skal eisini geva peningastovnunum í Føroyum ávaringar og tilmæli, hóast bankar og sparikassar í Føroyum eru danskt málsøki og tí eru undir danska váðaráðnum, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna. Í Váðaráðnum vera fimm fólk og fimm varafólk. Stjórin í Landsbankanum verður formaður ella forkvinna í ráðnum. Landsbankin, Búskaparráðið og landsstýriskvinnan í fíggjarmálum koma við tilmælum um fólk í Váðaráðið. Løgmaður velur síðani Váðaráðið. Manningarnar á hvalbiartrolarunum, Breiðanesi og Hamranesi, bíða framvegis eftir at fáa boð um at møta í rættinum, eftir at skipini vórðu tikin vestan fyri Mykines í gjár. Teir fiskaðu ikki innan fyri í stongda kassanum, og tí velja teir at lata rættin avgera málið, sigur skiparin á Hamranesi, John Martin Poulsen. Tað var tá teir hálaðu í gjáramorgunin, at skjóttgangadi báturin hjá Brimli kom til teirra, meðan trolið var í vatnskorpuni. Teir vóru í ferð við at hála, og bara annað skipið var fast í trolinum. Tað vísti seg, at skipið varð rikið inn í stongda kassan, meðan teir hálaðu, men talan var ikki um at fiska í stongda kassanum, sigur skiparin á Hamranesi. Dýpið í kassanum er um 100 favnar. Eingi tól vístu skipini í stongda kassanum, men uttan fyri kassan, hava teir eisini fingið at vita frá manningini á Brimli. Vit hava ikki gjørt nakað ólógligt, og tí má rætturin taka støðu til málið, sigur John Martin Poulsen, sum ikki vil gera fleiri viðmerkingar til málið í løtuni. Teir noktaðu seg sekar alt fyri eitt, og av tí sama hava teir heldur ikki fingið nakað uppskot um bót, tí málið fer beinleiðis í rættin. Brimil tók trolararnir vestur úr Mykinesi í gjáramorgunin, tí teir søgdu teir fiska á eini stongdari leið. Skipini fingu boð um at fylgja við til Havnar, og hagar komu tey beint eftir døgurða í gjár. Politiið hevur avhoyrt fólk umborð á trolarunum og metingarmenn hava gjørt veiðu og reiðskap upp. Nú verður bíðað eftir rættarmálinum, og tað er framvegis ikki greitt, nær tað verður. Myndir hjá Sólju Eyðfinsdóttir Hansen vórðu brúktar til ein falskan brúkara á sosiala miðlinum, Tinder. Brúkarin hevði ein heldur ónærisligan boðskap. Um ein matchaði við falska brúkaran á Tinder, fekk viðkomandi ein príslista fyri kynsligar tænastur, ið Karoline , falski brúkarin segði seg kunnað veita. Sólja hevur boðað løgregluni frá, og vónar at falski brúkarin verður tikin vekk. Hon heitir á fólk, ið síggja slíkar falskar brúkarar, at boða teimum, ið verða útsett frá. Talan er um litaviska svimjaran, R ta Meilutyt , sum vann OL gull í London í 2011. Hon eigur eisini heimsmetini í 50 metrar bringu og 100 metrar bringu á langgeil og stuttgeil. Hon sigur við Suðurrás, at hesaferð ynskti hon at sleppa til eitt stað, har umstøðurnar eru góðar og tað er friður at savna seg fult og heilt um fyrireikingarnar. Tinglimir í andstøðuni seta spurnartekn við, um felagið ikki eigur at fara á húsagang og so lata tað privata yvirtaka virksemið hjá felagnum. Forráan er eitt hugtak fyri einari gongd, har ein gerst meira og meira ráur. Tá ið fakligheitin ikki er nóg mikið ella ikki røkkur til, at vandi er fyri forráan. Í máttloysisstøðum kann tað gerast í lagi, og góðtikið at skelda út, tosa harðari, kveistra fólk burtur, gera til láturs, ignorera og revsa eisini hjá professionellum, sum vita betri. Hetta sigur danski sálarfrøðingurin, Dorthe Biskmose, sum skal halda fyrilsetur um hetta evnið annaðkvøld í hølunum hjá Dansifrøði í Havn. Morgunsendingin hitti Nainu Túgvustein, varðastjóra, Tormóð Stórá, leiðandi yvirlækna á psykiatriska deplinum, og Evu Mortensen, deildarleiðara á B8. Fiskaaling hevði yvir 18 milliónir krónur í halli í fjør. Støðan er so hættislig, at landsstýrið vil sleppa at spræna næstan 10 milliónir inn í felagið beinanvegin og at niðurskriva partapeningin í felagnum. Fiskaaling hevur havt eitt sera ringt ár í 2016. So ringt, at landið nú noyðist at taka um endan. Felagið hevði 18,6 milliónir krónur í halli í fjør. Poul Michelsen, landsstýrismaður hevur lagt eitt uppskot fyri tingið, har landsstýrismaðurin fr heimild at niðurskriva partapeningin í Fiskaaling upp á 4,3 milliónir til null krónur. Og samstundis hækka partapeningin til 500.000 krónur. Haraftrat skal landsstýrismaðurin fáa heimild til at hækka partapeningin til yvirkurs, soleiðis at upphæddin, sum verður skotin inn kann vera upp til 9,5 milliónir krónur. Orsøkin til at Fiskaaling nú skal hava pengar, er at rognaframleiðslan seinastu árini ikki hevur givið nóg nógvar inntøkur til felagið. felagið hevur staðgað rognaframleiðsluni. Felagið stendur og skyldar 18,6 milliónir krónur. Tørvur er á, at felagið niðurrindar skuldina og fær rættað upp á eginiognina, sigur landsstýrismaðurin í viðmerkingum til uppskotið. Skuldin hjá Fiskaaling stendst millum annað av einum veðláni hjá Bank Nordik upp á 5,2 milliónir krónur, ein kassakredittur til Bank Nordik upp á 9,5 milliónir krónur. So eru tað aðrir kreditorar, sum Fiskaaling skyldar 3,5 milliónir til og so lønarhækking til akademikarar sum er 400.000 krónur. BankNordik hevur boðað frá, at tey vilja hava eina ætlan fyri, hvussu Fiskaaling niðurrindar skuldina og fær rættað upp á eginognina. Kassakreditturin frá BankNordik er galdandi fram til 31. desember 2017, eftir hetta lækkar kreditturin niður á 7,2 milliónir krónur. Við nýggja kapitalinnskotinum kann skuldin hjá felagnum verða niðurgoldin soleiðis, at framtíðarvirksemið hjá P F Fiskaaling innan gransking, menning og tænastur ikki verður nervað av vánaligu fíggjarstøðuni, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum í uppskotinum. Ákæruvaldið er ikki liðugt at kanna málið ímóti hvalbiartrolarunum, Breiðanesi og Hamranesi, sum vórðu tiknir fyri at fiska ólógliga á eini stongdari leið vestan fyri Mykines í gjár. Men arbeiðið er komið somikið væl áleiðis, at skipini og skipararnir fáa krøvini seinnapartin, sigur Linda Hesselberg, ákæri. Kravið verður fleiri hundraðtúsund krónur. Ákæruvaldið hevur gjørt upp, hvussu stórt virðið er, og úrslitið er áleið 740.000 krónur. Tá er talan um útgerð fyri umleið 500.000 krónur, veiðan sum er mett til 40.000 krónur, 11.200 krónur til metingarmenninar og so 100.000 krónur í bót til hvønn skipara. Trygd skal veitast fyri pengunum, áðrenn skipini sleppa at loysa aftur, sigur Linda Hesselberg, ið sigur, at hon enn ikki hevur havt tíð at kanna, um skipararnir fyrr eru tiknir fyri ólógligan fiskiskap, og eru teir tað, so hækkar kravið um bót munandi. Skiparin á Hamranesi, John Martin Poulsen, segði í morgun við útvarpið, at teir fiskaðu ikki innan fyri í stongda kassanum, og tí velja teir at lata rættin avgera málið. Tað var tá teir hálaðu í gjáramorgunin, at skjóttgangadi báturin hjá Brimli kom til teirra, meðan trolið var í vatnskorpuni. Teir vóru í ferð við at hála, og bara annað skipið var fast í trolinum. Ferðslan í Kunoyartunlinum verður avmarkað næsta hálva árið. Vatnleiðing skal gerast gjøgnum tunnilin til nýggja smoltstøð hjá Bakkafrosti á Malunum á Borðoynni. Frammanundan er Landsverk longu í ferð við at tryggja tunnilin fyri leyst grót. Tð arbeiðið hevur verið í gongd síðan 2013, og hevur merkt, at tunnilin av og á er stongdur orsakað av arbeiði inni í tunlinum. Borgarafundur var í bygdarhúsinum í Kunoy 24. mai. Har kom millum annað fram, at Klaksvíkar kommuna og J og K Petersen høvdu ætlanir um at steingja tunnilin alt døgnið frá 4. juli til desember mánað, men ikki fyri íbúgvar Kunoyar bygd. Ætlanin var, at fólk í Kunoy skuldu fáa eitt pass útflýggjað fyri at koma aftur og fram til egnan bústað. Men borgararnir noyðast ikki at stúra fyri hesum, sigur Sóleyð Klettskarð í Konggstovu, borgarstjóri í Kunoyar kommunu. Ætlanin er í staðin, at tunnilin bara verður stongdur millum klokkan 22 á kvøldi og 6 á morgni. Áirnar á vestursíðuni á Kunoynni skulu brúkast til nýggju smoltstøðina. Henda loysnin er úrslit av einari avtalu millum Klaksvíkar kommunu og Kunoyar kommunu. Júst hvat Kunoyar kommuna fær burtur úr avtaluni er ógreitt, og tað vildi borgarstjórin ikki gera viðmerkingar til. Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskvinnumálum, viðgongur nú, at heimild er ikki fyri, at hesi loyvi kunnu flytast frá línuskipum til íðnaðarskipini. Landsstýrismaðurin sigur, at ein av næstu døgunum fer hann at taka støðu til, um loyvini til línuskip, sum íðnaðarskipini Næraberg og Slættaberg fiska uppá, skula takast aftur. Fakbólkarnir, sum hava skrivað undir yvirlýsingina, hava biðið um fund við Heilsumálaráðið. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, er uttanlands, og tí bar ikki til at fáa viðmerkingar frá henni til málið í dag. Reiðaríið hevur veitt trygd fyri sløkum 740.000 krónur, sum ákæruvaldið krevur frá reiðaríinum, TG Fish, og skiparunum fyri ólógligan fiskiskap. Brimil tók trolararnar vestur úr Mykinesi mánamorgunin, tí sambært Vørn fiskaðu teir á stongdari leið. Skipararnir nokta seg sekar, so málið skal avgreiðast í rættinum eina ferð seinni. Skiparin á Hamranesi, John Martin Poulsen, segði við Útvarpið í gjár, at teir róku inn á stongdu leiðina, meðan teir hálaðu. Teir fiskaðu ikki á stongdu leiðini, sigur hann. Landsstýrismálanevndin hevur fund fríggjadagin. Tríggjar kærur eru um Høgna Hoydal, landsstýrismann, ein um løgmann og ein um Henrik Old, landsstýrismann. Meginfelag Útróðrarmanna hevur kært Høgna Hoydal um fiskidagar, Jørgen Niclasen hevur kært hann um fiskirættindi, og Bjørn Kalsø hevur kært Høgna Hoydal um lógaruppskotið um fiskivinnunýskipanina. Jacob Vestergaard hevur kært Aksel V. Johannesen, løgmann, fyri útsagnir hansara í sambandi við sølu av veiði og fiskiloyvi, og Jørgen Niclasen hevur kært Henrik Old, landsstýrismann, fyri at hava brotið lógina um fast samband um Vestmannasund. Landsstýrismálanevndin hevur biðið Henrik Old um frágreiðing og at senda nevndini øll viðkomandi skjøl í málinum. Henrik Old hevur freist til 14. juni at svara. Tey trý alifeløgini, sum eru í Føroyum, Bakkafrost, Marine Harvest og Hiddenfjord, skulu á fundin hjá Vinnunevndini í dag umframt P F Fiskaaling og Poul Michelsen, landsstýrismann. P f Fiskaaling hevði 18,6 milliónir krónur í halli í fjør. Eginognin hjá felagnum er negativ. Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur tí lagt uppskot fyri tingið um at játta 9,5 milliónir krónur sum kapitalinnskot so Fiskaaling kann halda fram. Tær 9,5 milliónirnar eru í eykajáttanarlógini, sum er til viðgerðar í Fíggjarnevndini. Sum skilst, ætlar Vinnunevndin at fáa uppskotið um Fiskaaling frá hondini nú í vikuni, so Fíggjarnevndin fær avgreitt eykajáttanarlógina. Absalon Eysturoy hevur seinastu dagarnar, saman við øðrum fólki, gjørt eina boltaða leið upp á Trælanípuna. Tað merkir, at fólk, sum hava klintrað í tvey trý ár og annars hava neyðugu góðkenningarnar, kunnu gera ein túr næstan heilt niðan á 148 metra høga toppin. R ta Meilutyt venur í løtuni til heimsmeistaraskappingina í svimjing, sum verður í Ungarn í juli. Hon hevur vunnið gull í 50 og 100 metrar bringu í OL í London, eisini eigur hon heimsmet í hesum greinum. Henni dámar væl umstøðurnar í Vági og Páls Høll. Hetta er fantastiskt fyri okkum og fyri ungu svimjararnar hjá okkum, sigur Jón Bjarnason, venjari hjá Susvim. Hann leggur afturat, at R ta hevur spurt um hon kann sleppa at vera venjari hjá ungu svimjarunum í Susvim í framtíðini. Sif Gunnarsdóttir, stjóri í Norðurlandahúsinum, sigur, at úrvalið av myndur er vælumboðandi allar hugsandi løtur í gerandisdegnum. Tó, flest myndir eru av vøkru føroysku náttúruni, leggur Sif Gunnarsdóttir afturat. Tað er ikki so neyðugt at eftirviðgerða løtumyndir, tí tær vísa støðuna sum hon er, sigur Ditte Mathilda Joensen, fotografur, sum heldur at innkomnu myndirnar eru sera flottar og góðar og eisini eru umboðandi føroyska gerandisdagin. Fyri tveimum vikum síðani var eingin ivi. Tá var Konservativiflokkurin hjá forsætisráðharranum Theresu May fleiri enn 20 prosent frammanfyri Arbeiðaraflokkin hjá Jeremy Corbyn, men seinastu veljarakanningarnar siga, at hesin munur er tódnaður niður til trý fimm prosent. Søkt verður nú eftir stjóra til størsta fólkaskúlan í landinum, Skúlan á Fløtum, í Havn. Hanus Joensen, sum hevur verið skúlastjóri, fyrst í Tórshavnar kommunuskúla og síðani í Skúlanum á Fløtum, gevst í summar. Skúlin á Fløtum fatar um Tórshavnar kommunuskúla og Venjingarskúlan, sum vórðu lagdir saman á nýggjárinum í 2015. Í Skúlanum á Fløtum ganga tilsamans 775 næmingar í 1. til 9. flokki. Ætlanin er, at skúlin frá 2020 eisini skal hava forskúla. Í skúlanum starvast 63 lærarar í føstum starvi. Farið er undir at byggja nýggjan bygning til Skúlan á Fløtum, sum er ætlaður til 850 næmingar. Starvið verður sett eftir sáttmála millum Lærarafelagið og Fíggjarmálaráðið, og lønin er slakar 50.000 krónur um mánaðin umframt 17 prosent í eftirløn. Starvið verður sett frá 1. august. Tað verður sáttmálasett uttan so, at tann, sum settur verður, er í tænastumannastarvi frammanundan. Freistin, at søkja starvið sum stjóri í Skúlanum á Fløtum, er 19. juni. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, og Rógvi Reinert, aðalstjóri í Fiskimálaráðnum, vistu longu í fjør summar, at veiðiloyvið hjá línuskipi varð flutt uppsjóvarskipi. Í einum yvirliti, sum Vørn fekk frá Fiskimálaráðnum fyri tveimum mánaðum síðani, stendur, at veiðiloyvi eru flutt frá línuskipum í bólki 3 til uppsjóvarskip, millum annað í 2016. Í apríl fekk Vørn arbeiðið at umsita og avgreiða veiðiloyvi uttan fyri fiskidagaskipanina. Umsitingin og avgreiðslan vóru hjá Fiskimálaráðnum til tær vórðu fluttar til Vørn. Nevndin í Landsbankanum fer at taka støðu til tilmælið fyrsta dagin, sigur Tummas Eliasen, formaður í nevndini fyri Landsbankan, við útvarpið. Fatanin í Danmark av, hvat Grønland er, passar ikki til veruleikan. Og hetta ósambærið forðar fyri eini friðarligari menning av sambandinum landanna millum. Tað sigur Klaus Georg Hansen, samfelagsgranskari í nýggjari doktararitgerð og bók. Almenn starvsfólk fáa nú møguleika dulnevnt ella navngivið at varskógva um viðurskifti, sum tey ikki halda vera í lagi á sínum arbeiðsplássi. Kristina Háfoss, landsstýriskvinna fer eftir ólavsøku at senda uppskot til hoyringar um varskógvaraskipan fyri tað almenna. Men Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar sigur nei takk Okkum tørvar heldur eina mentan, har politikarar ganga á odda við at siga, at tað er í lagi hjá almennum starvsfólki at finnast at viðurskiftum, sum ikki kunnu góðtakast. Og í morgin skulu bretar velja nýtt parlament. Munurin millum Konservativa flokkin og Labour er tódnaður í valstríðnum, sum bleiv merkt av yvirgangsatsókum. Sólvit Nolsøe, stjórnmálafrøðingur greinar støðuna dagin fyri dagin Men áðrenn tað, verður móttøka í húsinum, sum er gamla Hotel Eiði. Frelsunarherurin stendur fyri virkseminum á viðgerðarheiminumheiminum, og Martin Kúrberg er dagligur leiðari. Fyri at hava meiriluta í tinginum, skal ein flokkur hava 326 parlamentslimir. Talan er um eitt rættiliga óvanligt val. Hetta er val í úrtíð, sum er beinleiðis avleiðing av fólkaatkvøðuni í fjør, tá ið bretar atkvøddu fyri at fara úr ES. Val skuldi annars ikki vera aftur fyrr enn í 2020, men bretski forsætisráðharrin Theresa May skrivaði út nýval í apríl, tí hon vildi hava sterkari heimild at samráðast við ES um, hvussu bretski limaskapurin í ES skal sigast upp. Theresa May var heldur ikki forsætisráðharri, hvørki við seinasta tjóðartingsval í 2015 ella við fólkaatkvøðuna í 2016, og tí var tað, at hon skrivaði út nýval eisini tulka sum ein roynd at styrkja sína egnu støðu sum nýggjur forsætisráðharri. Konservativi flokkurin hevur ligið rættiliga langt frammanfyri nærmasta kappingarneytan Labour við Jeremy Corbyn á odda alt valstríðið. Í apríl var munurin 20 prosentstig, men hann er nú minkaður niður í sjey prosentstig. Konservativi flokkurin hevur sum heild havt eitt vánaligt valstríð. Tað segði Sólvit Nolsø, stjórnmálafrøðingur, í sendingini, Radarin, mikudagin. Teir konservativu fara væntandi at vinna, men aktiva valstríðið hjá Jeremy Corbyn kann fara at gera, at Theresa May ikki fær tann trivaliga meirilutan í tjóðartinginum, sum hon sá fyri sær í apríl mánaða. Næstan 50 milliónir fólk í Bretlandi hava valrætt. Uppteljingin byrjar, tá ið valstøðini lata aftur klokkan 22 í kvøld. Endaliga úrslitið av parlamentsvalinum verður væntandi greitt seinnapartin í morgin. Malan Johansen er sett sum stjóri í Landsbankanum. Hon hevur røkt stjórastarvið fyribils, síðani Landsbankin varð endurstovnaður á nýggjárinum. Fimm umsóknir vóru til starvið. Malan Johansen er 50 ára gomul. Hon er útbúgving Cand. merc., Msc í Management, og hon hevur eisini diplomútbúgving í journalistikki. Fimm umsóknir vóru til starvið, og setanarnevndin metti, at Malan Johansen hevði bestu formligu leiðsluførleikaranar og leiðsluevnini at røkja stjórastarvið í Landsbankanum, stendur í tíðindaskrivi. Parlamentsvalið í Bretlandi í dag verður spennandi, tí munurin millum konservativa stjórnarflokkin og Labour er nógv minkaður í valstríðnum. Konservativi flokkurin hjá Theresu May, forsætisráðharra, stóð til at vinna stórsigur, tá valið varð útskrivað, men nýggjastu kanningarnar vísa, at nú er munurin millum teir báðar stóru flokkarnar millum eitt til 12 prosent. Veljarin fer í dag eisini at gera av, um Theresa May ella Labour leiðarin, Jeremy Corbyn, skal standa á odda fyri samráðingunum um at taka Bretland úr ES. Týdningarmesti spurningurin er, hvør fær bestu avtaluna fyri Bretland í Evropa í framtíðini, segði Theresa May á einum valfundi mikukvøldið. Valið er einfalt, sigur Jeremy Corbyn. Skal haldast fram við sparipolitikkinum og skerjingum í fimm ár aftrat, ella skulu vit fáa okkurt annað spyr leiðarin í Labour. Jeremy Corbyn tykist vera væl umtóktur millum veljararnar, men hann er illa umtóktur í arbeiðaraflokkinum. Vinnur Labour parlamentsvalið í dag, er tað ein stórhending, siga politiskir eygleiðarar. Vinnur Theresa May ein tepran sigur, viknar støða hennara í konservativa flokkinum, og hon fer eisini at standa veikari í samráðingunum við 27 ES londini um Brexit, siga eygleiðararnir. Fyrsta stigið er at fáa greiðu á, um lívfiskurin, sum svimur á Skálafjørðinum, kann nýtast sum lívfiskur, og síðani skal støða takast til, hvussu framtíðin hjá lívfiskinum skal skipast, sigur landsstýrismaðurin. Tórður Mortensen og Alda S. Lamhauge venja sjálvi frælsan ítrótt og skulu umboð Hvirluna á oyggjaleikum í ár. Tey fara eisini at vera til staðar á Tórsbreyt sunnudagin. Næraberg og Slættaberg fiska framvegis svartkjaft, hóast Fiskimálaráðið sigur, at veiðiloyvini hjá skipunum skulu annulerast. Alt bendir á, at skipini fáa ikki boð um at sigla til lands fyribils. Fyrrakvøldið gav Fiskimálaráðið Vørn boð um at annulera avgerðirnar at flyta veiðuloyvini hjá línuskipunum Helenu og Eysturoyingi yvir á Slættaberg og Næraberg. Niðurstøðan hjá Fiskimálaráðnum er, at lógin um vinnuligan fiskiskap gevur ikki heimild at flyta veiðiloyvi frá línuskipi í bólki 3 til uppsjóvarskip. Í skrivinum til Vørn reisir Fiskimálaráðið eisini spurningin, hvørjar avleiðingar niðurstøðan hjá aðalráðnum skal fáa fyri avgerðirnar hjá Vørn um at flyta loyvini. Í sambandi við henda spurning er avgerandi, sambært Fiskimálaráðnum, læran um ógildi og ikki læran um afturtøku av avgerðum. Fiskimálaráðið útgreinar tó ikki, hvat tað merkir fyri Slættaberg og Næraberg. Í samrøðu við útvarpið á middegi í gjár gav Elmar Højgaard, stjóri á Vørn, greitt til kennar, at Vørn hevur ilt við at skilja, hvat Fiskimálaráðið meinar við. Vørn bað í gjár Fiskimálaráðið útgreina, hvussu boðini skulu skiljast. Men sambært Elmari Højgaard, stjóra á Vørn, hevur Fiskimálaráðið ikki svarað enn. Boðini úr Fiskimálaráðnum til Vørn fyrrakvøldið nevna eisini, at fyrisitingarlig atlit eru galdandi, og tí hevur reiðaríið hjá Nærabergi og Slættabergi rætt til partshoyring. Nakað av íblástri og eitt hugskot so fóru nakrar kvinnur, undir leiðslu av Súsan í Jákupsstovu og Hannu á Reynatúgvu, at binda uppá ein stóran klett, við gívrini í Gívrinarholi sum myndaevni og síðan hevur binding í Sandoynni ikki verið tað sama. Fimm dagar við sniðgeving, bindihættum, troyggjusøgu, skóleistum, nýggjum íblástri og gomlum kynstrum. R ðstevnan varar eina lítla viku, og fer at hava góðar 100 útlendskar luttakarar. Men pláss er eisini fyri føroyskum bindiáhugaðum. Fyrireikararnir siga, at tað hevði verið sera hugaligt um fleiri føroyskar konur vilja luttakað. Undirvísarar eru úr Noregi, Svøríki, Danmark umframt okkara sera dugnaligu føroysku bindiserkønu, sniðgevar og listafólk. Millum annað luttaka Katrina í Geil, Súsan í Jákupsstovu, Ann Sloth Højgaard, Randi Samsonsen og Ása Hátún. Tað sigur Birna Mørkøre, landsdjóralækni, nú Poul Michelsen, landsstýrismaður, vil burtur frá meginregluni ein alari ein fjørður við síni nýggju alilóg. Hinvegin sær hon ikki nakran trupulleika við at ala krækling og tara á sama fjørði, sum laksur verður aldur á. Føroyar og Sveis hava spælt fimm undankappingardystir. Sveis hevur vunnið allar. 07.10.2000 Sveis Føroyar 5 1 02.06.2001 Føroyar Sveis 0 1 04.09.2004 Sveis Føroyar 6 0 04.06.2005 Føroyar Sveis 1 3 13.11.2016 Sveis Føroyar 2 0 Løgmaður tekur onga støðu til handfaringina hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, av málinum um at flyta veiðiloyvi frá línuskipum til uppsjóvarfisk, fyrr enn Fiskimálaráðið er liðugt upplýsa málið. Landsstýriskvinnan í mentamálum sníkir eina nýggja tøknibreyt inn á Glasir í Havn, sum kann fáa avleiðingar fyri Tekniska skúla í Klaksvík. Tað sigur Bjørn Kalsø í sambandsflokkinum. Glasir í Havn hóttir næmingatalið hjá Tekniska skúla í Klaksvík. Tað stúrir Bjørn Kalsø, fyrrverandi landsstýrismaður í mentamálum, fyri. Hann hevur sett Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum, fyrispurning, um tað er rætt, at stóri skúlin í Havn kann bjóða útbúgving, sum líkist tøknibreytini í Klaksvík. Tað avgerðina hevur Heilsu og Innlendismálaráðið tikið, eftir at minnilutin í kommununi, kærdi samgonguna í býráðnum fyri at selja grundøkini fyri minni enn tað, sum tey kosta. Minnilutin førdi fram, at við tí avgerðini skuldu onnur fólk í kommununi rinda fyri at nøkur fingu bíligari grundøki. Býráðssamtyktin snúði seg um at tilluta part av útstykkingini á Hamrabøi í Kollafirði eftir bíðilistanum fyri eitt mett søluvirði, sum var lægri enn kostprísurin. Minnilutin vildi hava grundøkini seld fyri kostprís. Tórshavnar kommuna metti ikki, at tað bar til at fáa kostprís fyri stykkini. Tvær meklarafyritøkur virðismettu tí stykkini, og niðurstøðan varð ein prísur uppá 457 krónur fermeturin. Heilsu og Innlendismálaráðið sigur, at um ein kommuna hevur keypt grundøki og gjørt tey byggibúgvin út frá tí meting, at hetta er fíggjarliga ráðiligt, men at tað seinni vísir seg, at tað mest fíggjarliga ráðiliga er at selja grundstykkini, hóast marknaðarprísurin ikki dekkar samlaðu útreiðslurnar, so er ein tílík søla lóglig. Heilsu og Innlendismálaráðið metir, at Tórshavnar kommuna á haldgóðan hátt hevur grundgivið fyri, hví tað er ráðiligt at selja til undir kostprís, heldur enn at bíða eftir hægri prísi um nøkur ár. Ráðið metir tað torført at hugsa sær, at tað kundi verið gjørligt at fingið hægri prís um nøkur ár. Heilsu og Innlendismálaráið metir tí ikki, at grundarlag er til at gera meira við málið. Hópdrápsmaðurin, Anders Behring Breivik, stevndi norska samfelagnum, tí hann metti, at viðurskiftini hjá sær í fongslinum eru í stríð við mannarættindini. Anders Behring Breivik fekk lutvíst viðhald í Tingrættinum, men tapti í Løgmansrættinum, sum er at meta við okkara landsrætt í mars í ár. Hann bað tí um at sleppa at royna málið í Hægstarætti, men serliga nevndin sum viðgerð slíkar umbønir, heldur ikki, at Hægstirættur kann koma til aðra niðurstøðu enn Løgmansrætturin. Tí verður tann dómurin standandi. Bæði landsstýrismaðurin og aðalstjórin fingu teldupostin frá Vørn. Men aðalstjórin í Fiskimálaráðnum gav sær ikki nóg nógv far um henda teldupostin, og kunnaði ikki landsstýrismannin um málið. Landsstýrismaðurin tvíheldur um, at hann ikki hevur sæð teldupostin frá Vørn um at veiðuloyvi varð flutt av línuskipi yvir á uppsjóvarskip. Forráan er eitt hugtak fyri einari gongd, har ein gerst meira og meira ráur. Tá ið fakligheitin ikki er nóg mikið ella ikki røkkur til, at vandi er fyri forráan. Í máttloysisstøðum kann tað gerast í lagi, og góðtikið at skelda út, tosa harðari, kveistra fólk burtur, gera til láturs, ignorera og revsa eisini hjá professionellum, sum vita betri. Hetta sigur danski sálarfrøðingurin, Dorthe Birkmose, sum hevur varpað ljós á trupulleikan í ymskum samanhangum, tá starvsfólk hava borið seg ill at. Vit hoyra fyrra part av søguni Eg elski teg av øllum mínum jarta. Unni Lindell skrivaði og Hjørdis Heindriksdóttir týddi. Beinta Clothier lesur. Vit hoyra fyrra part av søguni Eg elski teg av øllum mínum jarta. Unni Lindell skrivaði og Hjørdis Heindriksdóttir týddi. Beinta Clothier lesur. Fólk verða biðin um at halda seg burtur. Savningarstøð eru á miðnámsskúlanum í Hovi og í skúlanum í Hvalba, og fólk eru vælkomin hagar. Føroyar spæla HM undankappingardyst í fótbólti í móti Sveis í kvøld. Føroyar vanta tríggjar lyklaleikarar undan dagsins dysti, sigur Tróndur Arge úr Miðlahúsinum. Hann greiddi í morgunsendingini frá uppgávuni og avbjóðingunum, sum føroyska fótbóltslandsliðið fær í kvøld. Útselt er til dystin, sum verður á Tórsvølli í kvøld klokkan 19.45. Kringvarpið sendir dystin beinleiðis í bæði útvarpi og sjónvarpi. Upphiting verður í útvarpinum eftir tíðindasendingina klokkan fimm. Í sjónvarpinum verður hitað upp eftir Dag og Viku klokkan sjey. Panikkur kom í, so vit máttu bara handla, greiðir Bjørg Hofgaard, leiðari á skúlanum á Tvøroyri frá. Børnini vórðu flutt við bussum til Hvalbiar. Residents in Tvøroyri, Trongisvágur and í Líðini are asked to evacuate to the high school in Hov, south east of Tvøroyri and to the school in Hvalba, north west of Tvøroyri. Vatnið er í løtuni ikki drekkandi fleiri staðni í Suðuroynni eftir at eldur í morgun kyknaði í Varðanum Pelagic á Tvøroyri, boðar løgreglan frá seinnapartin. Fólk mugu ikki drekka vatnið á Tvøroyri, Froðba, Trongisvági og í Líðini, tí tað kann hugsast, at amonniakk er í vatninum. hetta skal kannast, og til tey úrslitini eru klár, mugu fólk ikki drekka vatnið. Unni Lindell hevur skrivað bókina og Hjørdis Heindriksdóttir týddi til føroyskt. Beinta Clothier lesur og Finnur Hansen er tøkningur. Lítla Dímun er einasta privata oyggin í landinum, og hon má røkjast. Tí verður skipað fyri fólkafundi á Lítlu Dímun og ein slíkur var í gjár. Elin á Rógvi var við á túrinum og tosaði við Poul Poulsen, Hanna O. Nielsen og Andrias Sjóvará. Unni Lindell hevur skrivað bókina og Hjørdis Heindriksdóttir týddi til føroyskt. Beinta Clothier lesur og Finnur Hansen er tøkningur. Unni Lindell hevur skrivað bókina og Hjørdis Heindriksdóttir týddi til føroyskt. Beinta Clothier lesur og Finnur Hansen er tøkningur. Suðuroyingar eru nógv merktir av eldsbrunanum. Ein teirra er Marit Poulsdóttir, sum býr í Froðba. Hon lýsir hetta sum ein sorgardag fyri alla Suðuroynna. Hevur tú upptøkur frá eldsbrunanum á Varðanum Pelagic á Tvøroyri, so vilja vit fegin frætta frá tær. Send okkum vinarligast tínar upptøkur. Fólk á Tvøroyri hava síðan fyrrapartin kunna leitað sær skjól millum annað á Miðnámsskúlanum í Hovi. Í fyrstani hevði eg hug at biðja næmingarnar taka tað róligt, men so byrjaðu telefonirnar at ringja, og tað gekk upp fyri okkum, hvussu álvarsligt tað var, sigur Otto Gram lærari og kontaktpersónur hjá Tvøroyrar kommunu. Eg vil vegna Føroya landsstýri takka øllum, sum á ymiskan hátt hava tikið eitt rimmar tak og veitt neyðuga hjálp í sambandi við eldsbrunan. Eg hugsi millum annað um almennar og kommunalar myndugleikar, bjargingarfeløg, vinnufyritøkur og privatpersónar, sum øll hava gjørt eitt risa arbeiði, sum vit sum tjóð eru sera takksom fyri. Eg vil ynskja eigarunum bestu eydnu við at koma á føtur aftur, og tað skal vera mín fremsta vón, at ferð skjótt fæst aftur á virksemið hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri, so at starvsfólkini sleppa til arbeiðis sum skjótast. Sum er, so sær út til at brandhurðarnar inn á frystigoymslurnar hava hildið og bygningurin sær ikki út til at vera í vanda, tað sama kann sigast um nýggja kontórbygningin. Vit heita eisini á fólk um at virða boðini frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, um ikki at drekka vatnið, fyrr enn myndugleikarnir hava rátt til tað, sigur átaksleiðarin, Anfinn Hammerfoss Leo. Drekkivatnið er kannað, og Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur tikið avgerð um, at nú kunnu borgarar aftur brúka og drekka vatnið sum áður. Greitt er, at spreingingarvandin er av, men enn eru lekar á ammoniakkskipanini, sum tó eru undir kontrol. Trygdargeirin kring brunaøkið, verður við hesum settur niður á 300 metrar tað vil siga, at tey, ið búgva innanfyri ein radius av 300 metrar, mugu finna sær annað stað at yvirnátta. Á viðfesta korti sæst, um tín bústaður er umfataður á av hesum. Átaksleiðararnir siga, at hava fólk tørv á at sleppa heim eftir onkrum neyðugum, so ber hetta til, men heitt verður á fólk um at sleppa sær úr økinum aftur beinanvegin. Trygdargeirin á 300 metrar, verður varðveittur í hvussu er til í morgin árini, so fólk skulu ikki vænta at hetta broytist í nátt. Fólk, ið hava tørv á innivist, fáa hjálp til hetta frá Tvøroyrar Kommunu. Til ber at ringja á eitt av niðanfyristandandi numrum, har starvsfólk hjá Tvøroyrar Kommunu vilja gera alt tey kunnu fyri at hjálpa Póla Strøm, kunningarleiðari 298 284480 Bjarni Nygaard, trivnaðarfólk 298 214614 Henrik Weihe Joensen, kommunustjóri 298 221091 Tey, ið hava tørv á at koyra útum trygdargeiran, kunnu gera hetta við at nýta Sjúkrahúsbrekkuna og harvið ovara veg, framvið Tvøroyrar Kirkju. Tað verður STAÐILIGA heitt á fólk um at virða boðini frá myndugleikinum, um at halda seg uttanfyri trygdargeiran, inntil nærri kunning er komin. Tvøroyrar Kommuna takkar hjartaliga fyri tann fantastiska innsatsin sløkkilið, bjargingarfeløg, politiið, tilbúgvingarskip, tyrla, sjúkrahús og MRCC hava lagt fyri dagin. Ein hjartans tøkk skal eisini fara til suðuroyingar sum heild, ið hava tikið lógvatak saman Tað er einastandandi at síggja, hvussu hjálpsom fólk hava verið, úr einum enda av oynni til annan. Allastaðni hava dyr staðið opnar og eingin hevur manglað nakað. Kantinan í Ítróttarhøllini í Trongisvági, v. Anitu Farstad, hevur staðið fyri einum einastandandi avriki í dag, miðnámsskúlin í Hovi, v. Eyðstein Lyngvej somuleiðis, Hvalbiar Skúli, Royn Høllin, Suðuroyar Sjúkrahús, Matstovan hjá Randi, Coma Pack og allar kommunurnar í Suðuroynni vónandi hava vit ikki gloymt nakran, øll hesi hava gjørt sítt allarbesta og eru vit ótrúliga takksom fyri tað. Skúlar, lærarar og foreldur eiga eisini stórt rós uppiborið fyri tilbúgvingar og hjálpsemi hetta hevur alt at týða í einari neyðstøðu. Er onkur, ið hevur tørv á sálarfrøðingi, so ber hetta eisini til, við at venda sær til eitt av omanfyristandandi telefonnumrum. Vit heita á fólk at fylgja við á síðu Tvøroyrar Kommunu á Facebook Tvøroyrar Kommuna og á heimasíðuni hjá Kringvarpinum. So skjótt vit hava nakað nýtt, leggja vit tað út har. Beinanvegin trygdargeirin verður minkaður, geva vit boð frá okkum. Við bestu ynskjum og takk fyri tolsemi. Tvøroyrar Kommuna Umboð fyri sløkkilið, bjargingarlið og løgreglu fara í morgun á fund, fyri at fáa yvirlit yvir støðuna á Tvøroyri, eftir at eldur fríggjamorgunin kom í Varðan Pelagic. Tá myndugleikarnir hava fingið yvirlit yvir støðuna verður eisini greitt, hvussu verður við fólkunum, sum enn ikki eru sloppin til hús eftir eldsbrunan á virkinum. Í gjárkvøldið varð avgjørt, at trygdarfrástøðan skuldi minka úr 1.000 metrum niður í 300 metrar. Í morgun verður greitt, um tann trygdarfrástøðan minkar. Løgreglan er longu byrjað at gera fyrstu kanningarnar eftir eldsbrunan á Varðanum Pelagic fríggjadagin. Tað sigur Jaspur Vang, økisleiðari hjá løgregluni í Suðuroy. Tær fyrstu avhoyringarar eru longu gjørdar, og løgreglan hevur tosað við fólk. Tað segði Jaspur Vang, økisleiðari, millum annað við útvarpið klokkan 10 í morgun. Seinni í dag fer løgreglan at kanna brandstaðið. Enn er ov tíðliga at siga, hví eldur kom í uppsjóvarvirkið, Varðan Pelagic, fríggjamorgun, sigur løgreglan. Trygdarfrástøðan er framvegis 300 metrar. Klokkan 11 fara myndugleikarnir á staðnum at geva nærri kunning um eldsbrunan á Tvøroyri. Klokkan 11 verður eisini greitt, um trygdarfrástøðan uppá 300 metrar verður tikin burtur, og um fólk, sum máttu rýma frá húsum í gjár, sleppa aftur til húsa. Eldur kom fríggjamorgunin í uppsjóvarvirkið, Varðan Pelagic, á Tvøroyri. Sí her, hvussu umfatandi eldsbrunin var. Klikka á myndirnar fyri at síggja tær stórar Fólk á Tvøroyri, sum fríggjadagin máttu rýma frá húsum tí vandamikil ammoniak roykur var í luftini, tá eldur kom í Varðan Pelagic, kunnu nú fara til hús aftur. Tað segði Jaspur Vang, økisleiðari hjá løgregluni í Suðuroy, í eyka tíðindasending í útvarpinum klokkan 11. Trygdarfrástøðan uppá 300 metrar er sostatt strikað. Einasta økið, sum framvegis er sperrað, er sjálvt havnarlagið á Tvøroyri, frá Doktaragøtu og eystureftir. Tað økið verður helst eisini sperrað í nakrar dagar afturat. Brøvini hesa ferð Grannar, sum hvønn morgun lata tríggjar bilar standa í tómgongd. Hoyra børn heima á festivalum aftaná kl. 23 Ein vermóðir hevur funnið sær nýggjan sjeik, sum verður dekan ov nærgangandi, tá hann hevur fingið uppí høvdið. Turið Arge, aðalstjóri í Innlendsmálaráðnum, sigur, at dagbøturnar eru fyribils steðgaðar. Orsøkin er, at Tórshavnar kommuna hevur boðað frá, at hon hevur latið Mentamálaráðnum tilfarið um tvær uppsagnir á dagsstovnaøkinum, sum ráðið bað um. Kommunan fekk loyvi frá Pedagogfelagnum, har sum uppsøgdu fólkini eru limir, at geva Mentamálaráðnum partsinnlit í skjølini um málini hjá teimum báðum uppsøgdu. Býráðslimirnir í Havn skuldu fáa dagbót, 300 krónur um dagin hvør, til Mentamálaráðið fekk tilfarið, sum tað bað um í kærumálunum. Uppsagnirnar eru kærdar til Mentamálaráðið. Tórshavnar kommuna góðtekur ikki, at Mentamálaráðið er kærumyndugleiki. Turið Arge sigur, at Mentamálaráðið kannar nú, um tað hevur fingið alt tað tilfar, sum biðið varð um. Fyribils eru dagbøturnar tí útsettar. Býráðið í Havn hevur tó ikki slept málinum ella viðurkent sjónarmiðið hjá Mentamálaráðnum. Býráðið ætlar framvegis í samstarvi við Kommunufelagið at stevna Mentamálaráðnum. Tað verður við kravi um, at tað verður dømt at viðganga, at Mentamálaráðið viðgongur, at Tórshavnar kommuna ikki er undirskipaður myndugleiki hjá Mentamálaráðnum í starvsfólkamálum sambært dagstovnalógini. Gamli Sámal Petur í Fuglafirði var føddur á Miðgerði í Kollafirði í 1861. Hann lærdi at lesa og skriva hjá kvívíkspresti og fór ungur til skips við hetlendingum.Síðani fór hann til lands í Íslandi. Í 1887 setti hann seg niður í Fuglafirði sum keypmaður. Virksemið mentist til eitt av teimum stóru handilsvirkjunum í Føroyum, sum reiddi út motorbátar, sluppir, skonnartir og trolara. Sámal Petur gav frá sær í 1924. Tá tóku synirnir Piddi og Theodor upp á seg at reka virksemið víðari. Frásøgumaðurin Petur Martin Petersen er abbasonur Gamla Sámal Petur. Hoyr samrøðuna við Bjørn Hentze Bech, sum til í gjár hevði sína føstu gongd á uppsjóvarvirkinum á Tvøroyri, sum nú er farið brent í grund og farið upp í royk. Tað sigur Bogi Bech Jensen, stjóri á Glasi, nú spurningurin um tøknibreyt, bæði á Tekniska skúla í Klaksvík og á Glasi, er komið á politiskt stig. Tað eru ikki øll, sum verða kveikt til eina bókliga útbúgving burturav, og tey skulu hava eitt tilboð í Suðurstreymi, sigur Bogi Bech Jensen. Rektarin á Glasi hevur kunnað Mentamálaráðið um, at Glasir fer at bjóða út tøkni A sum eyka vallærugrein aftrat teimum fýra kravdu A stigunum á náttúrubreytini. Tað svarar Rigmor Dam, landsstýriskvinna, Bjørn Kalsø í Sambandsflokkinum, sum hevur spurt, um landsstýriskvinnan hevur góðkent, at ein útbúgvingarleið, sum líkist tøknibreytini á Tekniska skúla í Klaksvík, byrjar á Glasi í summar. Rigmor Dam svarar, at útbúgvingin, sum verður boðin út á Glasi, er ikki tøknibreyt ella útbúgvingarleið, lík tøknibreytini á Tekniska skúla í Klaksvík, men talan er um vanliga náttúrubreyt við eyka vallærugrein. Rigmor Dam sigur, at landsstýriskvinnan hevur sum so eingi stig tikið í hesum máli, men tveir flokkar við 37 næmingum eru tiknir inn til fyrsta árið á tøknibreytini í Klaksvík næsta skúlaár, og at 12 næmingar valdu náttúrubreytina við tøkni A á Glasi. Tí er eingin ábending um, at næmingagrundarlagið er skeiklað á skúlunum, sigur landsstýriskvinnan í mentamálum ís varinum til Bjørn Kalsø. Skoytt verður tó uppí, at truplu umstøðurnar við lendingarnar í Svínoynni, Fugloynni og Skúgvoynni hava stóra ávirkan á tølini hjá Rituni og hjá Sildberanum. Eldurin í Varðanum Pelagic er slóknaður, og tað sum eftir er av bygninginum er næstan kólnað. Enn ganga vaktir tó við bygningin, tí vandi er fyri at okkurt kann rapa. Vaktirnir skulu eisini tryggja, at ongin fer inn á økið, áðrenn kanningararbeiði er gjørt. Ein fráboðan var í nátt til løgregluna um ammoniaklukt frá virkinum, men ongin vandi var av hesum, sigur Jaspur Vang, sýslumaður á Tvøroyri. Gudstænastan varð hildin í VB høllini í Vági. Deknur var Elin Jacobsen, og klokkari var Mikkjal Djurhuus. Felagssangur var, og so luttóku eisini Hans Jacob Hjelm úr Vági og Gutta fra Scandinavia við sangi og tónleiki. Gutta fra Scandinavia eru Steinar Storm Kristiansen tangentar og sang og Terje Mørstad gittar og sang. Tað vóru Ljóðtøkni og Finnur Olsen, ið gjørdu upptøkuna. Grønlendska landsstýrið hevur býtt makrelkvoturnar fyri í ár, sum eru til samans umleið 66.000 tons. Og tey, sum hava fingið kvotu, eru 13 reiðarí, sum eru býtt í tveir bólkar. Annar bólkurin er níggju grønlendsk skip, sum skulu býta 46.000 tons. Hin bólkurin eru fimm reiðarí, sum ikki eiga skip. Hesi reiðaríni leiga útlendsk skip at fiska, og tey hava fingið 4.000 tons av makreli í part. Fíggjarnevndin tók ikki støðu til, um Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, skal fáa seks milliónir krónur við fíggjarnevndarskjali, tá nevndin hevði fund fríggjadagin. Poul Michelsen, landsstýrismaður, hevur annars biðið um pengarnar í eykajáttanarlóg, men av tí at eykjáttanin ikki kemur aftur úr fíggjarnevndini fyrr enn seinast í hesum mánaðinum, er ov seint at fáa pengarnar. Føroyski lívfiskurin til laksaaling kann fara fyri bakka, um greiða ikki fæst á, um stóru fiskarnir, sum svimja á Skálafjørðinum, kunnu brúkast sum lívfiskur. Politiska skipanin er sinnað at gera kanningarnar alt fyri eitt og fáa Fíggjarnevndina at játta pengarnar, hevur Poul Michelsen, landsstýrismaður, sagt, men nevndin hevur fund aftur í morgin at taka støðu til málið. Av teimum 8 EM ella HM undandystunum, sum føroyska liðið hevur spælt, er hetta fyrsti sigurin. Føroyar vunnu hendan spennandi dystin 25 24. Støðan í hálvleikinum var 15 10 til Føroyar. Hondbóltssambandið skrivar, at føroyska liðið byrjaði dystin sera væl og við høgari leikferð og offensivari verju. Hetta ørkymlaði griksku spælararnar, sum gjørdu fleiri mistøk av hesum sama. Føroyska liðið vann seg nøkur mál fram um og støðan var á hálvari leið, sum nevnt 15 10. Seinni hálvleikur byrjaði ikki so væl fyri Føroyar, fleiri útvísingar góvu Grikkalandi møguleikan at koma inn aftur í dystin. Seinasta korterið var munurin ongantíð størri enn tvey mál, og spenningurin var í hásæti. Føroysku kvinnurnar megnaði tó at halda høvdið kalt seinastu løtuni og tær drógu sigurin heim. Anna Brimnes fekk fleiri góð mál útifrá og langaði brotskøst í mál. Kristianna Henneberg Joensen stóð sera sterk spælara móti spælara. Turið Arge Samuelsen hevði nakrar sannar perlur í skjótálopunum og á vonginum, og unga Siw Matras Larsen spældi sín fyrsta A landsdyst og stóð seg sera væl á bakkinum og miðjuni, har hon vann fleiri brotskøst og eitt týdningarmikið langskot, tá dysturin ridlaði. Systrarnar Viviann og Tomma Petersen høvdu eisini eitt gott avrik í málinum, fleiri góðar bjargingar og fleiri avgerandi og málgevandi útkøst. Alt í alt eitt sera flott avrik av kvinnunum. Í dag skulu Føroyar spæla móti Finnlandi í avgerandi dystinum, um hvør vinnur plássið til EM undanbólkin, har Svøríki, Serbia og Makedonia bíða. Dysturin móti Finnlandi byrjar kl. 13.oo føroyska tíð. Neyðugt verður væntandi at finna eina aðra loysn at virka uppsjóvarfiskurin hjá reiðarínum Varðanum, tá fiskiskapurin eftir makreli, sild og lodnu byrjar um hálvan august. Tað sigur Jákup Jacobsen, stjóri á Varðanum. Støða er tó ikki tikin til hendan spurningin enn, tí so stutt er fráliðið síðani eldsbrunan. So at siga allur makrelur, sild og lodna sum skipini hjá Varðanum hava fiskað, hevur verið virkaður á Varðanum Pelagic, meðan tað mesta av svartkjaftinum hevur verið virkaður á Havsbrún í Fuglafirði. Haraftrat hevur Varðin Pelagic tikið ímóti nakað av fiski frá øðrum reiðaríum. Framleiðslan á Varðanum Pelagic hevur verið ímillum 65.000 til 100.000 tons av fiski um árið, alt eftir hvussu stórar kvoturnar hava verið. Fiskurin hevur verið skorin til flak, avhøvdaður ella heilfrystur, og pakkaður í portiónir. Men nú framleiðsluhøllin á Varðanum Pelagic er brend, verður væntandi neyðugt, at finna eina aðra loysn, at virka fiskin, sum verður fiskaður av Varðanum í heyst. Hesi virkini virka fisk frá øðrum reiðaríum, men Jákup Jacobsen sigur, at hann í næstum fer at kanna, um til ber hjá virkjunum eisini at taka ímóti fiski frá Varðanum. Hann væntar, at hetta fer at bera til, um arbeiðið verður lagt væl til rættis. Vit fara nú at kanna, hvussu stóran skaða eldsbrunin hevur havt við sær, og síðani verður støða tikin til, hvat so skal gerast , sigur hann. Tað tók umleið fimm mánaðir at byggja virkið, sum nú er brent. Men nógv virksemi er í byggivinnuni í løtuni, og bíðitíð kann eisini vera at fáa tilfar , sigur Jákup Jacobsen. Reiðaríið Varðin, sum heldur til í Gøtu, hevur meira enn eina milliard krónur í umsetningi árliga og samanlagt meira enn 375 fólk í starvi. Hanus Hansen, reiðari fekk fríggjadagin boð frá Vørn um, at umstríddu veiðiloyvini hjá Nærabergi og Slættabergi skulu kallast aftur tann 26. juni á middegi. Skipini hava fiskað svartkjaft uppá veiðiloyvini hjá línuskipunum Helenu og Eysturoyini, og stórt politiskt og fyrisitingarligt rumbul hevur verið og er um ta avgerðina, tí flytingar av slíkum veiðiloyvum frá línuskipum til uppsjóvarskip eru kolldømd av løgtingsins umboðsmanni fyri fleiri árum síðani. Óla Jákup Kristoffersen, advokatur hjá Hanusi Hansen reiðara sigur í stuttari viðmerking, at fráboðanin frá Vørn eftir hansara tykki ikki er samsvarandi fyrisitingarlógina, tí hóast reiðaríið fær freist at koma við hoyringarsvari tann 23. juni, so stendur í fráboðanini, at avgerðin um at flyta veiðiloyvini á Næraberg og Slættaberg verður sett úr gildi á middegi 26. juni. Hetta er hol í høvdið, tí so er avgerðin longu tikin, hóast vit skulu eitast at fáa høvi at koma við hoyringarsvari, sigur advokaturin. Jákup Jacobsen, stjóri í Varðanum sigur, at 600 tons av virkaðum fiski var í frystigoymsluni. Hann verður í dag lossaður umborð á frystiskip. Tað mesta av fiskinum er longu selt, og hetta skal millum annað flytast til Russlands og Danmarkar. Í dag var javnleikur nóg mikið til, at Føroyar vunnu sær pláss í EM undankappingini, har Svøríki, Serbia og Makedonia bíða. Men úrslitið var enn betri enn javnleikur 20 17. Tað var tó Finnland, ið kom betri frá byrjan, men miðskeiðis í fyrra hálvleiki løgdu Føroyar seg á odda, og tann leiðslan helt sær. Føroyar Finnland 20 17 8 5 Anna Brimnes 6 mál Marjun F. Danbeg 4 mál Kristianna H. Joensen 3 mál Siw Matras Larsen 2 mál Daniella Joensen 1 mál Bára K. Hansen 1 mál Turið Arge 1 mál Nina Johansen 1 mál Tóra Eliasen 1 mál Festivalurin vaksur hvørt ár, og tað gevur møguleika at fáa størri nøvn hendanvegin, men endamálið er framvegis at verða ein hugnaligur og fjálgur festivalur fyri ung sum gomul, sigur Allan Samuelsen, ein av fyriskiparunum. Og góða veðrið hevði eina jaliga ávirkan bæði á festivalgestir og tónleikarar. Fleiri tónleikarar dámdu so væl, at ter ætla sær at koma aftur til Føroya. Í ár var tann lítli pallurin á einum nýggjum økið, sum Sørvágs kommuna hevur gjørt. Har eru vesir og eitt spælipláss, og eitt av endamálinum við Countryfestivalinum er, at hann skal verða fyri familjur og børn. Bygdafólkini gera eitt stórt arbeiði at fyrireika festivalin millum annað at smíðja og seyma, og tað er teimum at takka, at festivalurin er so væleyðnaður, heldur Allan Samulesen. Føroyska kvinnulandsliði í hondbólti vann søguligan sigur í dag, tí á fyrsta sinni nakrantíð hava Føroyar vunnið sær pláss í undankappingini til EM. Við sigrinum í gjár á Grikkalandi, vóru vónirnar stórar til dystin í dag móti Finnlandi, har ein javnleikur var nóg mikið til at koma víðari. Men úrslitið var betri enn tað, tá Føroyar vunnu 20 17 í dystinum, sum varð spældur í Athen. Venjarin Scott Harrington er sum vera man bæði fegin og errin av sínum liði og framúr góðu úrslitunum hetta vikuskiftið, men hann viðgongur eisini, at tey hava verið eitt sindur ivasom, um tað var ov tíðliga fyri hetta unga liðið at dystast móti tveimum so sterkum liðum sum Grikkalandi og Finnlandi. Nú skulu kvinnurnar hvíla og gleðast um sigurin, sigur venjarin, men fyri framman bíða fleiri av sterkastu hondbóltstjóðum í heiminum, Svøríki og Serbia og so ja, eisini Makedonia, og har er kanska ein vón at vinna. Scott Harrington sigur, at liðið hevur einki at tapa, og at málið hjá teimum í undankappingini er at læra so nógv sum yvirhøvur møguligt, at gerast so kappingarfør sum til ber, og so eisini at hava tað stuttligt. Tað skrivar in.fo í morgun og endurgevur forkvinnuna í Ljósmøðrafelagnum, Rannvá Simonsen, fyri at siga, at støðan á Landssjúkrahúsinum er ótolandi. Vit hava limir, sum hava arbeitt í eitt døgn. Vit arbeiða ov nógvar tímar og eru undir sálarligum trýsti, nú støðan er blivin so ótolandi á deildini, sigur Rannvá Simonsen við in.fo. 1. apríl vóðru broytingar gjørdar á Landssjúkrahúsinum. Millum annað varð avgerð tikin um, at virksemið framyvir verður býtt sundur í eina burðardeild og eina barsilsdeild og skulu ljósmøðir ikki starvast á hesi barsilsdeild. Nú sigur forkvinnan í Ljósmøðrafelagnum, at nú er ovboðið, tí 40 prosent av ljósmøðrunum eru sjúkrameldaðar og hinar eru undir stórum trýsti. Hetta merkir, at nógvir vikararar eru á deildini. Sambært stjóranum sjálvum, Johnny í Grótinum, er talan um roynd fólk, sum hava verið á Landssjúkrahúsinum áður men hann er samdur við Rannvá Simonsen um, at vikararar ikki er besta loysnin. Men, sigur hann Hetta er uttan iva besta alternativið, nú okkara egnu ljósmøður hava so stórt fráfall, sigur sjúkrahússtjórin, Johnny í Grótinum, við in.fo. Tórshavnar kommuna verður væntandi kærd til Kommunala eftirlitið fyri at bróta sáttmálan um samanlegging, sum varð gjørdur, tá Kaldbak og Havnin løgdu saman. Almennur borgarafundur um grótið á Sundi verður í skúlanum í Kaldbak í kvøld klokkan 19 00. Á fundinum verður kunnað um samskiftið og um fund við Tórshavnar býráð. Fundurin skal eisini taka støðu til, um Tórshavnar kommuna skal kærast til Kommunala eftirlitið. Fyrireikararnir siga, at orsøkin til uppskotið um kæru er tann, at eftir samanleggingarsáttmálanum, tá Kaldbak kom upp í Tórshavnar kommunu, skal Kaldbaksnevndin umrøða og gera tilmæli um øll mál, sum hava við Kaldbak at gera. Málið um at broyta byggisamtyktina og leggja vinnuøki við Kaldbaksfjørð varð ikki lagt fyri Kaldbaksnevndina. Uppskot er eisini um at velja nevnd at fyrireika og gera uppskot um viðtøkur fyri eitt áhugafelag fyri bygdirnar Sund, Kaldbaksbotn og Kaldbak. Tann 17. juli verða 100 ár síðani tiltikna fyglingardagin í Skúgvi, sum mundi enda við vanlukku. Amtmaðurin hevði givið skúvoyingum boð um at fygla eina ferð aftrat, tí matur treyt í Havn. Skúvoyingar vóru lidnir við bjørgini, men lótu sær siga. Líkindini vóru ikki góð. Illveður kom á teir, og eitt lið, sum var niðri í Eyðrhálsi, slapp, tá ið avtornaði, hvørki upp ella niður. Ein frásøgn er um hetta vágamikla bjargingarátak. Jákup Thomsen og Sofus Poulsen siga eisini frá grindaferðum og øðrum bakkaferðum, tá nógv stóð á hjá teimum. Jógvan Poulsen á Sandi tók upp í 1970. Kvinnurnar í Føroyum tora ikki so væl at bróta frá, tí líkist klædnastílurin hjá teimum flestu rættiliga nógv, heldur Katrina í Geil, sniðgevi. Løgreglan í Føroyum fer í dag at tosa við donsku løgregluna um at fáa eitt kanningarlið til Føroya, at kanna eldsbrunan í Varðanum Pelagic á Tvøroyri. Ætlanin er at fáa fólk frá kriminalteknisku deildini hjá donsku løgregluni og fólk frá Dansk brand og sikringsteknisk institut at kanna orsøkirnar til eldsbrunan. Hildur Hentze, dagligur leiðari á kriminaldeildini, sigur, at vónandi fer at bera til at fáa kanningarliðið til Føroya sum skjótast. Løgreglan veit enn ikki at siga, hvussu langa tíð kanningarnar fara at taka. Tað er at taka ov rívan til at banna renniskógvar í fjøllunum. Tó er týdningarmikið, at fólk í hvørjum einstøkum føri, eru klødd eftir umstøðunum Tað má ikki henda, at tey, ið hava hug at ganga í fjøllunum, setast aftur, tí at prátið í almenna rúminum verður ov negativt, sigur Pól Sundskarð. Í næstu viku, týsdagin og mikudagin, hittast teir tríggir ríkisleiðararnir, Aksel V. Johannesen, Kim Kielsen og Lars Løkke Rasmussen til árligan ríkisfund. Fundurin verður á Christiansø og Bornholm í Danmark. Á skránni er millum annað umhvørvið og hvussu Føroya landsstýrið fer at rudda upp í Føroyingahavnini í Grønlandi. Fyrrverandi leiðsla og nevnd í Amagerbanknum í Danmark eru fríkend í málinum um risastórt endurgjald, sum Fíggjarligt Støðufesti vegna danska statin hevði lagt ímóti leiðsluni. Til samans 900 milliónir krónur var endurgjaldskravið, men hesum sleppur leiðsla og nevnd undan tað hevur rætturin í Lyngby avgjørt í morgun. Leiðslan í kollsiglda Amagerbanken er fríkend. Somuleiðis er greitt, at Fíggjarligt Støðufesti skal rinda sakarmálskostnaðin, sum er umleið 75 milliónir krónur. 61 rættarfundir hava verið, tann fyrsti í apríl í fjør. Fíggjarligt Støðufesti seldi í 2011 sunnu leivdirnar av Amagerbankanum til BankNordik. Heili 80 miðlafólk eru komin til Føroya, og ein orsøk til, at tey eru so mong, er, at dysturin verður dekkaður á øllum trimum høvuðsmálunum í Sveis, sum eru týskt, franskt og italskt. Hesi trý málini eru øll politiskt viðurkend, og tí er tað skyldan hjá pressuni at dekka landsdystirnar á øllum trimum málunum, sigur pressustjórin hjá sveisiska fótbóltssambandinum, Marco von Ah. Ein av teimum 80 miðlafólkunum, sum kom til Føroya at dekka landsdystin, er Julian Pralong, sum arbeiðir fyri tjóðarítróttartíðindastovuna í Sveis. Hann sigur, at allir dystir hjá Sveis eru truplir, tí Sveis er í tí støðu fótbóltsliga, at landið hvørki er stórt ella lítið, og tí mugu allir spælarar spæla upp til sítt allarbesta fyri at halda seg á toppinum í bólkinum. Rækjutrolarin Havborg úr Leirvík er nú farin úr føroyska flotanum. Hann er seldur til DEFA Fishing í Santa Pætursborg í Russlandi. Avtala varð gjørd um søluna fyri trimum mánaðum síðani. Havborg er seld fyri slakar 8,3 milliónir evrur. Tað eru 61,5 milliónir krónur í okkara pengum. Tummas Justinussen, reiðari, keypti fyri nøkrum árum síðani Havborg fyri góðar 30 milliónir krónur. Hópurin Niklas Simonsen Skjern Hørður Trygvason SG Flensburg Handewitt Helgi Hoydal H71 Áki Egilsnes VÍF Hilmar Leon Jakobsen H71 Fríði Hammer Weyhe KÍF Kjartan Johansen StÍF Jónas Djurhuus H71 Pætur Mikkjalsson Neistin Teis Horn Rasmussen Neistin Pætur Johansen StÍF Brandur Halgirsson SG Flensburg Handewitt Pætur Thomsen H71 Rune Olsen Neistin Rói Berg Hansen Neistin Sjúrður Olsen VÍF Skráin 18.07.2017 Føroyar Kili 20.07.2017 Føroyar Suðurkorea 21.07.2017 Føroyar Norra 23.07.2017 Føroyar Týskland 24.07.2017 Føroyar Ungarn Jóannes Jakobsen er mest kendur sum fótbóltsspælari og venjari, men hann er eisini listamaður, og ger nógv við málningalist og tónleik Bannið í Madrid kemur í kjalarvørrinum á atfinningum frá kvinnurørsluni, Mujeres en Lucha Kvinnur í stríði , sum átala, at menn í Madrid gleiva í almenna rúminum. Kvinnurørslan heldur, at tað er óhóskandi atburður, tá menn, ið brúka almennu flutningsfeløgini, gleiva, tá teir sita niðri, tí tað verður ikki góðtikið, um kvinnur gera tað. Hugtakið, ið nevnist Manspreading, ger mismun á kynunum. Vit halda, tað hjálpir at seta orð á trupulleikan, sigur ein talskvinna fyri flokkin, Podemos, ið legði uppskotið fyri býráðið í Madrid. Herferðin hjá kvinnurørsluni hevur longu fingið undirtøku í býráðnum í spanska høvuðsstaðnum. Skelti eru sett upp í bussum og tokum, ið heita á menn um ikki at gleiva, tá teir sita. Meira enn 10.000 fólk í Madrid hava fyribils skrivað undir eina áheitan til myndugleikarnar um at banna monnum at gleiva, tá teir brúka almenn flutningsfeløg í spanska høvuðsstaðnum. Hetta er ikki fyrstu ferð, at ljós verður varpað á trupulleikan. Almenna flutningsfelagið í New York heitti í 2014 eisini á menn um ikki at gleiva í almenna rúminum. Hanus Hansen, reiðari, fekk fríggjadagin boð frá Vørn um veiðiloyvini hjá Nærabergi og Slættabergi, sum skipini fingu 22. mai. Skipini hava fingu veiðiloyvini hjá línuskipunum Helenu og Eysturoyingi, sum fáa tey aftur 26. juni. Línuloyvi kunnu ikki flytast frá línuskipum til uppsjóvarskip, sambært Løgtingsins umboðsmanni. Óla Jákup Kristoffersen, advokatur hjá Hanusi Hansen, sigur, at fráboðanin frá Vørn eftir hansara tykki ikki er samsvarandi fyrisitingarlógini. Tí hóast reiðaríið fær freist at koma við hoyringarsvari tann 23. juni, so stendur í fráboðanini, at avgerðin um at lata Nærabergi og Slættabergi veiðiloyvini verður sett úr gildi á middegi 26. juni, um tvær vikur. Elmar Højgaard, stjóri á Vørn, sigur, at talan er ikki um eitt ætlanarskriv, sum er sent, men um eina avgerð. Tað er gjørt eftir boðum úr Fiskimálaráðnum, sum vildi hava hoyringarfreistina við. 26. juni er fiskiskapurin eftir svartkjafti í hesum umfarinum væntandi liðugur. Okkurt um 20.000 tons eru eftir av felagskvotuni, sum var 70.000 tons. Tað er advokaturin hjá reiðarínum, PF Næraberg, ið hevur kært málið til umboðsmannin. Í kæruni, sum er send í dag, biður advokaturin Løgtingsins umboðsmann um at skundviðgera málið. Slættaberg og Næraberg sleppa at fiska felagsskvotuna av svartkjafti, tí veiðiloyvini hjá línubátunum, Helenu og Eysturoyingi, vórðu flutt yvir á uppsjóvarskipini, Næraberg og Slættaberg. Vørn gav loyvi at flyta veiðiloyvini, men Fiskimálaráðið ógildaði flytingina. Tað er tann avgerðin, ið nú verður kærd til Løgtingsins umboðsmann. Sambært advokatinum hjá reiðarínum eru so grovir og týðandi málsviðgerðarfeilir farnir fram, at avgerðin annaðhvørt eigur at verða ógildað ella avgerðin ikki eigur at verða tikin áðrenn nøktandi málsviðgerð er farin fram. Reiðaríðið hevur fingið hoyringarfreist til 23. juni at svara avgerðini um at taka veiðiloyvini aftur. Áðrenn tá kann umboðsmaðurin ikki fara inn í málið, tí umboðsmaðurin hevur ikki heimild at fara inn í mál, ið framvegis verða viðgjørd í umsitingini. Fundurin, sum verður í skúlanum í Kaldbak í kvøld, mánakvøld, klokkan 19, skal eisini taka støðu til, um Tórshavnar kommuna skal kærast til Kommunala eftirlitið. Jóannes Jakobsen er mest kendur sum fótbóltsspælari og venjari, men hann er eisini listamaður og ger nógv við málningalist og tónleik Stjórin á Als, Magni á Deild Olsen, hevur seinnapartin kunnað starvsfólkini á Varðanum Pelagic um útgjaldið úr arbeiðsloysisskipanini. Heldur ikki í bygningnum hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri, hóast 40 tons av amoniakki vóru í bygninginum, sum er beinleiðis lívshættislig. Í fjør vitjaðu 1,8 milliónir útlendsk ferðafólk í landinum, og í ár væntar ferðaráðið, at 2,3 milliónir ferðafólk koma til Íslands. Petur Petersen hevur verið sendimaður Føroya í Íslandi í skjótt tvey ár, og bara hetta tíðarskeiðið hevur hann sæð stórar broytingar. Ferðavinnan hevur stórar avbjóðingar við sær, millum annað er handilsgøtan í Reykjavík vorðin handilsgøta hjá útlendskum ferðafólkum, sigur hann. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í kommunumálum, fær fyrsta dagin ein kæru um Tórshavnar kommunu. Kæran varð skrivað og samtykt á borgarafundinum í Kaldbak í gjárkvøldið. Fólk í Kaldbak vilja ikki, at kommunan ger eitt vinnuøki á Sundi. Tórshavnar kommuna legði ikki uppskotið um vinnuøkið fyri Kaldbaksnevndina í 2016. Í einari yvirlýsing, sum varð gjørd á borgarafundinum í gjárkvøldið, verður framferðin hjá Tórshavnar kommunu átalað. Sagt verður, at nærum øll fólk í Kaldbak mótmæltu í januar í ár ætlanini um at gera vinnuøki á Sundi. Borgarafundurin í Kaldbak heitir á býráðið um at taka málið um vinnuøkið á Sundi uppaftur og fylgja ásetingunum fyri Kaldbaksnevndina, samanleggingarsáttmálan frá 1976 og kunngerðina um samanleggingina millum Tórshavn og Kaldbak. Annika Olsen, borgarstjóri, boðaði í gjár frá í skrivi frá meirilutanum í býráðnum, at í byggisamtyktini frá 2006 er økið eystan fyri Sundsá broytt til havnarøki. Hesum tók staðbundna nevndin, sum tá var í Kaldbak, undir við. Í mong ár hevur tí verið greitt, at Sund, bæði vestan fyri og eystan fyri Sundsá, er lagt út til vinnuligt virksemi. Meirilurin í býráðnum ásannar, at Kaldbaksnevndin varð ikki hoyrd í fjør, tá býráðið samtykti at taka grót frá Eysturoyartunlinum og leggja tað eystan fyri Sundsá. Tað er stak óheppið. Tórshavnar havn hevur fingið eina ítøkiliga umsókn um at brúka ein part av nýggja vinnuøkinum á Sundi til aling á landi, sigur Annika Olsen, borgarstjóri. Tað verður nógv truplari at fáa lán í BankNordik til fiskivinnuna í framtíðini. Uppskotið hjá samgonguni um fiskivinnunýskipan fer at gera tað munandi minni áhugavert hjá BankNordik at fíggja fiskivinnuna. BankNordik er avgjørdur í einum nýggjum hoyringarskrivi, ið er sent Vinnunevndini hjá Løgtinginum. BankNordik ivast ikki í, at um nýggja fiskivinnulóggávan hjá samgonguni hevði verið galdandi seinastu árini, hevði fiskivinnan kastað minni av sær til samfelagið. Tí sterku og vælriknu reiðaríini høvdu ikki havt somu virðisøking sum tey hava nú. BankNordik sigur, at hóast okkurt gott er í uppskotinum, so fer fiskivinnupolitikkurin hjá samgonguni at leggja fótonglar fyri jaligu gongdini í pørtum av fiskivinnuni seinastu árini. BankNordik mælir millum annað frá at útihýsa útlendskum pengum í fiskivinnuni. Nógvur peningur skal útvegast og síðani flytast av landinum, skulu útlendingar, sum í dag eru í føroysku fiskivinnuni, selja føroyingum sín part. Tað verður Anne Mette Greve Klemensen, prestur í Fuglafirði, ið fer at halda prædikuna í Havnar kirkju ólavsøkudag, tá løgtingsfólk, landsstýrisfólk, prestar og embætisfólk ganga skrúgongu og fara í kirku, áðrenn Løgtingið verður sett. Tað sæst á heimasíðuni hjá Fólkakirkjuni. Tað er tann elsti av teimum yngru prestunum í embæti í føroysku fólkakirkjuni, ið ikki hevur prædikað á ólavsøku, ið prædikar ólavsøkudag. Ikki færri enn átta sóknarprestar standa í røðini at prædika á fyrsta sinni ólavsøkudag. Elstur av teimum við atliti at starvsaldri er Anne Mette Greve Klemensen, skrivar fólkakirkjan. Ein 40 ára gamal maður hevur mist koyrikortið treytað og fingið 1500 krónur í sekt fyri at bróta ferðslulógina. Hann skal eisini rinda sakarkostnaðin. Ferðsluóhappið hendi seinnapartin hósdagin 8. desember í fjør á Hvítanesvegnum, oman fyri Føroya Studentaskúla og HF skeið í Hoydølum. Sambært dóminum, sum Føroya rættur hevur lagt á heimasíðuna, koyrdi bilførarin ov skjótt, tá hann nærkaðist gonguteiginum. Hann var ikki nóg ansin. Hann átti at havt stegðað. Bilførarin missir koyrikortið treytað. Tað merkir, at hann varðveitir koyrikortið, um hann ikki brýtur ferðslulógina næstu trý árini. Tólið, sum verður mett at vera fyrimynd hjá nýmótans súkkluni, var sýnt fyri almeninginum í Mannheim á sumri í 1817 og árið eftir í Paris. Tað sæst í samskiftinum millum Vørn og Fiskimálaráðið. Í svari til Fiskimálaráðið, sum biður Vørn um at annulera flytingina av veiðiloyvunum hjá Helenu og Eysturoyingi yvir á Slættaberg og Næraberg, sigur Vørn. Vørn skal viðmerkja, at hóast niðurstøðan í skrivinum sigur, at avgerðirnar skulu annullerast, so stendur ikki beinleiðis, at loyvini skulu afturkallast. Havandi í huga málið um Jógvan S., er tað rættuliga sannlíkt, at ein afturkalling fer at føra til sak um endurgjald, sum reiðaríið fer at vinna. Hetta tí eins í málinum um Jógvan S., er borgarin í góðari trúgv og hevur innrættað seg til fiskarí og er í løtuni til fiskiskap skrivar Vørn. Fiskimálaráðið svarar Vørn aftur, at Fiskimálaráðið gevur Vørn boð um at gera til einkis annullera avgerðirnar viðvíkjandi flyting av veiðuloyvum av Helenu og Eysturoyingi yvir á Slættaberg og Næraberg. Viðvíkjandi spurninginum um møguligt endurgjald, sum Vørn ger vart við, viðmerkir ráðið, at hetta er ein annar spurningur í málinum, ið skal viðgerast, um eitt endurgjaldskrav verður sett fram av pørtunum, sæst í svarinum frá Fiskimálaráðnum til Vørn. Veiðiloyvini hjá Nærabergi og Slættabergi eru annullerað til 26. juni. Reiðaríið hevur freist at svara avgeriðini 23 juni. Advokaturin hjá reiðarínum hevur kært avgerðina til løgtingsins umboðsmann. Hevur tú hvept teg við at fylla tangan í bilinum, tí prísurin leingi hevur verið ov høgur, so er tað kanska nú, tú skalt umhugsa at fylla brennievnistangan í bilinum aftur. Í løtuni kostar bensinið 9,41 krónur fyri liturin, og dieselolja kostar 7,48 krónur fyri liturin. Tað er lægsti prísurin í eitt hálvt ár sambært prísyvirliti hjá Magn, ið er dagført í dag. Ikki síðani 13. desember í 2016 hevur tað verið so bíligt at fylla tangan í bilinum, sum tað er í løtuni. Tá kostaði bensinið 9,26 krónur liturin, diesel kostaði 7,36 krónur fyri liturin. if undefined typeof window.datawrapper window.datawrapper window.datawrapper ZDCaa ,window.datawrapper ZDCaa .embedDeltas 100 375, 200 375, 300 349, 400 349, 500 349, 600 349, 700 349, 800 349, 900 349, 1000 349 ,window.datawrapper ZDCaa .iframe document.getElementById datawrapper chart ZDCaa ,window.datawrapper ZDCaa .iframe.style.height window.datawrapper ZDCaa .embedDeltas Math.min 1e3,Math.max 100 Math.floor window.datawrapper ZDCaa .iframe.offsetWidth 100 ,100 px ,window.addEventListener message ,function a if undefined typeof a.data datawrapper height for var b in a.data datawrapper height if ZDCaa b window.datawrapper ZDCaa .iframe.style.height a.data datawrapper height b px Toskakvotan í Barentshavinum skal minka 20 prosent næsta ár. Tað sigur altjóða havgranskingarstovnurin, ICES. Tilmælið er 712.000 tons. Tað er ikki óhugsandi, at eldsbrunin á Varðanum Pelagic á Tvøroyri eisini fer at merkjast hjá jóansøkugestum og rógvarum um hálvaaðru viku. Danska kanningarliðið, ið er á veg til Føroya at kanna eldsbrunan á Varðanum Pelagic, skal í vikuni fáa greiði á, um tað er ráðiligt at kappróðurin verður á Tvøroyri. Jóansøkan verður í ár á Tvøroyri. Men verður tað ikki hildið at vera ráðiligt, tí bygningurin stendur til at rapa, verður neyðugt at flyta ein part av jóansøkuni til Vágs. Verður niðurstøðan, at tað ikki er nóg trygt at brúka havnarlagið á Tvøroyri, skal rógvast kapp í Vági í staðin. Jóansøkan verður leygardagin 24. juni. Aristoteles gamli segði, at tá menniskjan var mett, hevði tak yvir høvdið og livdi trygt og gott, so fór hon at filosofera og gáa um lívið og lívsins stóru spurningar. Vit liva í dag, tey allerflestu, í tryggum góðum korum, vit eru tryggaði upp og niður, uppsparingar og kapitalpensiónir, vit kenna okkara rætt, vit vera screenaði av heilsuverkinum, okkum stendur í boði at fáa okkara arvaeginleikar kannaðar, okkara BMI og kolesterol. Atlantsflog flýgur okkum í hópatali til heit lond, har vit kunnu damla við blátt miðalhav og eta tapas, vit seta krøv til lærara og lækna, vit hava altíð ymisk alternativ. Alt ber til og heimurin liggur víðopin. Men samstundis eta vit okkum í hel í dag, sukrið stendur út gjøgnum oyruni, vit keða okkum, børnini fáa diagnosur, og hjúnarbandið er ikki, hvat tað hevur verið. Vit eru strongd og sokna og megna ikki gerandisdagin, tí vit liva í eini tíð, har vit javnt og savnt eru ávegis til nakað stuttligari, nakað størri, nakað meiri fantastiskt. Eg havi henda køkin til eg kann keypa mær tann dýrara, um makin er ov keðiligur, so mugu vit fara hvør til sítt, tí hann fjøtrar meg, eg skal vera á, vera lukkulig, spennandi, tølandi og vera glað, og samfelagið sigur lat teg í ja hattin. Hygg inn í teg sjálva og er nakað at broyta, so ger tað, svarið er innaní tær. Og finni eg ikki nakað svar til mína órógv ella kvøl, so eru metrar av bókum, sum siga Carpe diem , Liva nú , Et teg til betri lív, Royn bara kulhydratir , Tveir mánaðar uttan sukur , Liva sum steinaldarmaðurin men fyri Guðs skuld, flyt teg og ver í hasum ja hattinum Svend Brinkmann, sum er professari í psykologi sigur, at tá vit kaga inn í okkum sjálvi finna vit onki svar, bert hjarta, nýru , maga og onnur gøgn. Vit mugu ikki roykja ella smakka okkum á, men vit eru bundin at coachum og guruum. Vit skulu menna og flyta okkum, men Brinkmann sigur Statt still, ikki skunda tær avstað, hugsa, hvat var tað, sum hendi, sig nei. Tú ert ok, sum tú ert, tú hevur ikki fyri neyðuni at finna eina aðra útgávu av tær. Gloym mantra, sum innovatión og kravið at lofta við sjey bóltum í senn Vit skulu ikki framvið sorgini ella vónbrotinum, men ígjøgnum tað við víðopnum eygum, tí soleiðis er at vera menniskja. Soleiðis fáa vit ein førning at geva næsta ættarliðnum. Menniskjan roynir at vera rationel og javnt og savnt gera tað rætta, heldur ofta at hon kann eta seg til eitt betri lív ella íðka seg til betri lív, men lívsvísdomur, vitska, kemur av sonnum livaðum lívi, har vit hava tikið brókatak við sjálvt lívið. Vit skulu ikki allatíðina vísa okkara kenslur og vísa, hvat vit kenna og merkja. Vit mugu hava eina privatsferu og so mugu vit læra vera støðuføst og lata røturnar veksa seg stórar og sterkar. Og heldur enn javnt og samt at seta meg og mínar kenslur í fokus, so kaga úteftir . Tað gongur væl í byggivinnuni í Føroyum. So mikið væl, at tað í mars í ár vóru 656 fleiri størv í byggivinnuni enn fyri trimum árum síðani, í mars mánað í 2014. 3.740 størv vóru í føroysku byggivinnuni í mars mánað í ár samanborið við 3.084 størv í mars 2014. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Hagstovu Føroya á hagstova.fo Í mars í ár vóru til samans 25.851 løntakarar í Føroyum, tað eru 603 fleiri løntakarar enn í mars 2016, vísa tølini. Byggivinnan stóð fyri umleið helvtini av vøkstrinum hetta tíðarskeiðið. Hinvegin gekst afturá síðsta árið hjá fiski , ali og ráevnisvinnuni. Í mars í ár vóru 4.005 størv í vinnuni, í mars 2016 vóru til samans 4.113 størv, vísa nýggjastu hagtølini. Tað eru greiðu boðini hjá norska greinaranum, Kolbjørn Giskeødeg rd. Fyri nøkrum árum síðani hildu fólk tað vera nógv, tá tosað varð um ein laksaprís sum var 50 norskar krónur fyri kilo, men hann fór væl uppum tað. Nú eru útlit til at prísurin fer at lækka aftur, og hann metir at prísurin fer at lækka úr meir enn 60 krónum, niður í 53 krónur fyri kilo í heyst, og síðani niðurum 50 krónur fyri kilo, næsta ár og í 2019. Prísurin á feskum aldum norskum laksi kom í juli í fjør upp í næstan 71 krónur fyri kilo. Orsøkin til príslækkingina nú er, at bæði norskir alarar og alarar í Chile fara at taka nógv meir laks seinna hálvár. Norsku alararnir boða frá, at norski laksurin er nógv betri fyri, enn hann hevur verið seinastu tvey árini, tá serliga laksalúsin gjørdi nógv um seg. Tí verður summarið avgerandi fyri, hvussu stórt útboðið av aldum laksi verður, sigur Giskeødeg rd. Millum annað hetta stendur í uppriti frá advokati um lógaruppskotið hjá landsstýrismanninum, har tað eisini stendur, at hámarkið ikki skal galda aftureftir, hóast tað verður brotið av Bakkafrosti. Tað er áheitanum frá borgarstjóranum og løgtingsmanninum, Kristini Michelsen, sum vil hava løgtingið at gera eina serlóg fyri Varðan Pelagic. Stjórin í Varðanum Pelagic, Bogi Jacobsen, ásannar í dag, at hvørki sprinklaraskipan ella ávaringarskipan vóru í framleiðsluhøllini á virkinum, og tað gekk sera skjótt frá tí, at eldur kom í, til virkið stóð í ljósum loga. Ov fáar íbúðir eru bygdar í Reykjavík seinastu árini. Tað merkir, at tað verður dýrari at leiga, og vanligi borgarin kappast eisini við AirBnB gestir um at fáa ibúð. Una Maria Magnusdóttir býr heima hjá foreldrunum, tí sum lesandi hevur hon ikki ráð at leiga íbúð í Reykjavík fyri 11.000 krónur í okkara peningi um mánaðin. Tað heldur Elmar Højgaard, stjóri á Vørn, nú Fiskimálaráðið hevur givið Vørn harraboð um at taka svartkjaftaloyvini til Næraberg og Slættaberg aftur. Vørn hevur boðað Fiskimálaráðnum frá, at stovnurin heldur, at avgerðin um at taka loyvini til skipini aftur, kann kosta landinum endurgjald. Yvir 200 sløkkiliðsfólk stríðast við at fáa tamarhald á eldinum í einum stórum bygningi í London, sum er í 27 hæddum og sum hevur 120 íbúðir. Tíðindastovur skriva at 30 fólk eru flutt á sjúkrahús, men eingin tykist enn vita, hvuss unógv fólk vóru í bygninginum tá eldur kom í. Lív Justinussen, ein av stigtakarunum, greiiður rá tiltakinum Liv Lívið , sum fer at vera sjónligt á sosialu miðlunum og festivalum. Hans Jákup Abrahamsen, ein teirra, ið hevur tikið av tilmælinum, greiddi frá, hví hann hevur valt eitt rúsfrítt summar og annars, hvussu hann upplivir rúsdrekkamentanina í Føroyum. Mest skal hava góðar 22 milliónir krónur í stuðli úr landskassanum fyri at byggja havrannsóknarskipið. Stuðulin kemur afturat byggikostnaðinum, sum er góðar 276,7 milliónir krónur. Í brævi til Fíggjarnevndina hjá Løgtinginum skrivar Høgni Hoydal, landsstýrismaður, at sambært lóg um studning til skipasmiðjur eiga skipamsmiðjur at fáa átta prosent av sáttmálaprísinum í stuðli til skipasmíð. Tað er ein treyt fyri sáttmálanum millum Mest og Fiskimálaráðið, at Mest fær hendan stuðulin, stendur í brævinum til Fíggjarnevndina. Stuðulin verður góðar 22 milliónir, sum eru átta prosent av byggikostnaðinum í treytaða sáttmálanum millum Mest og Fiskimálaráðið. Fíggjarnevndin hevur eitt uppskot frá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, um at hækka upphæddina í verklagslógini um nýtt havrannsóknarskip úr 215 milliónum krónum upp í 286 milliónir krónur. Fleri fólk eru deyð í eldsbrunanum í íbúðarháhúsinum Grenfell Tower í býarpartinum Kensington i London og meira enn 50 fólk verða viðgjørd á sjúkrahúsi, siga myndugleikarnir. Eldurin varð fráboðaður stutt aftaná midnátt í gjárkvøldið, og breiddi seg skjótt um allan bygningin. Eygnavitni siga seg hava sæð fólk leypa út ígjøgnum vindeyguni fyri at bjarga sær undan eldinum. 200 sløkkiliðsfólk eru til arbeiðis, og eldsløkkingarstjórin í London, Dany Cotton, sigur eldin vera tann størsta, hon hevur sæð tey 29 árini, hon hevur arbeitt hjá brandmyndugleikunum í býnum. 185 ung í Tórshavnar kommunu hava fingið arbeiði í tvær vikur hjá kommununi. Tey eru vald millum 326 umsøkjarar, 138 gentur og 187 dreingir. Í fjør søktu yvir 400 um arbeiði. Tá fingu 200 arbeiði. Tey vórðu funnin við lutakasti, sum ein telda gjørdi. Í ár varð lagt upp fyri, um umsøkjari hevur verið í Ungum í arbeiði áður, og um umsøkjari hevur søkt fyrr, men ikki fingið arbeiði. Tórshavnar kommuna hevur kunngjørt á heimasíðuni, hvørji hava fingið arbeiði í summar. Ung í arbeiði er fyri 14, 15 og 16 ára gomul. Tey arbeiða í tvær vikur, 40 tímar um vikuna. Tey fyrstu fara til arbeiðis 26.juni. Á hugafelagið í Kaldbak hevur handað Sirið Stenberg 80 undirskriftir við kravi um, at Innlendismálaráðið ógildar avgerðina hjá Tórshavnar Kommunu um at fylla grót upp eystan fyri bryggjuna á Sundi. Á borgarafundi í Kaldbak var semja um at klaga Tórshavnar kommunu fyri brot á 2, í kunngerð nummar67 frá 12. oktober 1976 um samanlegging av Kaldbaks kommunu og Tórshavnar kommunu. Orsøkin er, at býráðið 2. mars 2017 tók avgerð um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Sund, hóast Kaldbaksnevndin ikki hevði viðgjørt málið, og hóast nærum allir borgarar í Kaldbak mótmæltu einari útbygging av vinnuøkinum á Sundi. Í kæruni stendir millum annað Sambært 2 í omanfyri nevndu kunngerð eru treytirnar fyri samanlegging tær, sum standa í sáttmálanum um samanlegging av Kaldbaks kommunu og Tórshavnar kommunu frá 30. mars 1974. Sambært 6, 2. punkt í hesum sáttmála skulu øll mál, sum viðvíkja Kaldbaks kommunu verða løgd fyri bygdaráðið, áðrenn tey verða viðgjørd á býráðsfundi. Kaldbaksnevndin er síðani sett í staðin fyri bygdaráðið, men sjálvur samanleggingarsáttmálin er enn galdandi, og er hann ongantíð uppsagdur ella broyttur. Kaldbaksnevndin, sum sambært 32, 2 petti í kommunustýrisskipanini fyri Tórshavnar kommunu skal gera tilmæli til býráðið í málum, ið hava við spurningar í Kaldbak at gera, hevur ongantíð fingið høvi at viðgera málið um útbygging av vinnuøkinum á Sundi ella at gera tilmæli í málinum. Kaldbaksnevndin varð tann 19. januar 2017 innkallað á fund, har málið varð framlagt til kunningar. Hetta meta vit ikki er í tráð við ásetingina í sáttmálanum um at vera tilmælandi myndugleiki í øllum málum viðvíkjandi Kaldbak. Vit fara at heita á landsstýriskvinnuna í kommunumálum um, við heimild í 55 í Løgtingslóg nummar87 frá 17. mai 2000 um kommunustýri, at ógilda avgerðina hjá Tórshavnar kommunu frá 3. mars 2017 um at fylla grót upp eystan fyri verandi bryggju á Sundi. Vit fara samstundis at heita á landsstýriskvinnuna um, meðan málið er til viðgerðar, fyribils at steðga Tórshavnar kommunu í arbeiðinum at fylla 50.000 kvm. av sjóøki á Sundi upp við gróti. Í minsta lagi seks fólk eru deyð og umleið 70 fólk eru flutt á sjúkrahús eftir eldsbrunan í Grenfell Tower í vestara parti av London í nátt og í morgun. Nógv fólk eru bjargað, men leitað verður eisini eftir fólki, og Sadiq Khan, borgarstjóri í London, sigur seg óttast fyri, at fleiri verða funnin, tá eldurin er sløktur. Eldurin varð fráboðaður stutt aftaná midnátt í gjárkvøldið. Fólk á staðnum siga frá, at tey hoyrdu neyðarróp, sóu ræðslusligin fólk við vindeyguni, og at summi teirra lupu út undan eldinum. Í háhúsinum eru 120 íbúðir og har búgva nærum 600 fólk. Blokkurin var bygdur í 1974 og er nýliga umvældur, men bæði undan umvælingini og aftaná hava fólk, ið búgva har, gjørt vart við, at brunatrygdin var ikki í lagi. Kanningar vísa, at ferðafólk, sum vitja Føroyar, hava serliga áhuga í náttúru og mentan men tó at fleiri tilboð eru innan aðrar listagreinar, serliga innan tónlistina, so standa bókmentirnar veikar. Royndarverkætlanin vendir sær fyrst og fremst til útlendingar. Við upplestri og ljóðbiografi verður ljós varpað á okkara kendasta rithøvund. Ljósmøðrafelag Føroya verður dømt at viðurkenna, at tað er eitt óheimilað stríðsstig, at so nógvar ljósmøður sjúkrameldaðu seg, tó ikki í mai og allan juni, men serstakliga um vikuskiftið 9. 11.juni 2017. Tað sigur Fasti gerðarrætturin í sínum úrskurðri. Fríggjadagin 9.juni sjúkrameldaðu fimm ljósmøður seg, uttan læknaváttan. Hetta er týðuliga so títt samanfallandi við ávarandi teldupostin, ið sendur varð donsku vikarskrivstovuni 8.juni frá felagsmailadressuni hjá ljósmøðrunum á landssjúkrahúsinum, at Fasti gerðarætturin metir tað vera sannlíkt, at talan heilt ella partvíst er um avtalað mótspæl í mun til broytingarnar, sum leiðslan á Landsjúkrahúsinum hevur sett í verk. Gerðarætturin heldur, at Ljósmøðrafelagið í støðuni vikuskiftið 9. 11. juni ikki nóg aktivt hevur virkað fyri, at sáttmálin og friðarskyldan verða hildin. Fasti gerðarættur metir eisini, at akutta støðan, sum uppstóð vikuskifitð 9 11 juni, eftir umstøðum í málinum kann metast sum avtalað mótstøða, sum er at meta sum óheimilað stríðsstig, hóast Ljósmøðrafelagið ikki sæst hava havt aktivan leiklut í tí. 12 av teimum 17 ljósmøðrunum í føstum starvi eru ella hava verið sjúkrameldaðar. Men Fasti gerðarætturin heldur, at sjúkrameldingarnar í mai juni mugu síggjast hvør sær. Gerðarætturin metir út frá tí, ið er komið fram í rættinum, at vánaliga arbeiðsumhvørivð hjá ljósmøðrunum kann hava verið viðvirkandi til støðuna við nógvu sjúkrameldingunum. At hetta serliga hevur gjørt seg galdandi í mun til nakrar av langtíðarsjúkrameldingunum kemur fram í frágreiðingum, sum vóru givnar á úrskurðarfundinum, heldur Gerðarætturin. Og tað er orsøkin til, at sjúkrameldingarnar mugu síggjast hvør sær. Gerðarætturin heldur ikki, at Ljósmøðrafelagið hevur havt aktivan leiklut í mun til tær sjúkraskrivingar, ið hava verið í mai og juni mánað. Vit hoyra søguna Tá ið Mumitrøllini kløkkaðu lítlu Mý. Tove Janson skrivaði og Annika Egholm týddi til føroyskt. Ria Tórgarð lesur. Jon heldur, at ítrótturisman, sum stendst av okkara luttøka í altjóða ítrótti, er big business, sum eigur at verða virt. Jon er mestsum uppvaksin í svimjihylinum á Tvøroyri, har mamma hansara var lívbjargari. Hann stóð seg væl í kappingum í Føroyum fyrra partin í 70unum og vann nógv í Danmark, tey árini hann var har. Á danska landsliðnum var hann frá 1978 til 1982, tá hann sum tann fyrsti umboðaði Føroyar í HM í Equador. Lítið skil er á yvirskipaðu brunaumsjónini í Føroyum. Tað er eldsbrunin á Varðanum Pelagic ein áminning um, sigur Leivur Persson, stjóri á Arbeiðs og brunaeftirlitinum. Sum nú er hava kommunur lutvísa ábyrgd, og Brunaeftirlitið umsitir bara ein part av lóggávuni. Tað er heldur ikki greitt, hvørjir bygningar verða lýstir sum serliga eldfimir. Tvøroyrar Kommuna hevði ábyrgd av at siga brunaeftirlitinum, um Varðin Pelagic skuldi lýsast sum serliga eldfimur bygningur, men Brunaeftirlitið fekk onga slíka fráboðan. Ein høvuðstrupulleiki við lógini er, at hon ikki krevur av brunaeftirlitinum, at regluligar brunaumsjónir skulu gerast. Tá bygt verður, hevur landsmyndugleikin onga skyldu at hava brunaeftirlit, og tá ið bygningar eru lidnir, stendur bara í lógini, at brunaeftirlitið kann gera brunaumsjónir, uttan so at kommunan lýsir bygningin at vera serliga eldhættisligan. Skelkurin av stóra eldsbrunanum á Tvøroyri í síðstu viku røkkur norður um fjørð eisini til Fuglafjarðar, har nógvur ídnaður er, eisini í bygdum øki. Fundur um tilbúgvingina har verður í næstu viku. Sonni á Horni, borgarstjóri, sigur, at ídnaðarvirkini í Fuglafirði lúka kravdar treytir um brunatrygd og goymslu av vandamiklum evnum, men hann viðurkennir, at kommunan eisini hevur eina ábyrgd at vera so væl fyrireikað sum gjørligt, um tað ringasta skuldi hent, og tørvur er at flyta borgarar burtur úr býnum. Hetta er eisini nakað, sum brandmeistarin hevur víst á, sigur hann Borgarstjórin í Fuglafirði frøist um nýggju byggikunngerðina, sum kom í januar mánað, og sigur, at hon vónandi fer at gera tað greiðari, hvør í roynd og veru hevur ábyrgd av hvørjum. Á Varðanum Pelagic sigur stjórin, at størri atlit til eld skulu takast, tá virkið á Tvøroyri skal byggjast uppaftur. Neyðugt er eisini at meta um tilbúgvingarstøðuna í Suðuroynni, sigur Bogi Jacobsen. Í minsta lagi seks fólk eru deyð og 74 fólk eru flutt á sjúkrahús eftir eldsbrunan í Grenfell Tower í vestara parti av London í nátt og í morgun. 20 av teimum, ið liggja á sjúkrahúsi, hava fingið álvarsligan skaða. Nógv fólk eru bjargað, men leitað verður eisini eftir fólki, og Sadiq Khan, borgarstjóri í London, sigur seg óttast fyri, at eldurin hevur kostað fleiri mannalív. Eldurin kyknaði trý korter eftir midnátt í gjárkvøldið og 200 sløkkiliðsmenn komu á staðið. Eldurin breiddi seg skjótt og vandi er fyri, at stóra íbúðarhúsið fer at rapa. Fólk á staðnum siga, at tey hoyrdu neyðarróp, ræðslusligin fólk sóust við vindeyguni, og fleiri lupu út undan eldinum. Millum annað eydnaðist tað einum fólki uttan fyri háhúsið at lofta einum smábarni, sum varð tveitt út av 10. hædd. 24 hæddir eru í Grenfell Tower við til samsns 120 íbúðum og har búgva millum 400 og 600 fólk. Blokkurin varð bygdur í 1974 og er nýliga høvuðsumvældur, men bæði undan umvælingini og aftaná hava fólk, ið búgva har, gjørt vart við, at brunatrygdin var ikki í lagi. Tað gongur væl í Føroyum, framburðurin er stórur, og vit fáa at vita, at vit eru millum javnastu samfeløg og heimsins eydnuríkastu fólk. Men myndin hevur eina skuggasíðu. Í Føroyum er stór íbúðarneyð sambært felagsskapinum Búgva, og tað plágar nógvar familjur. Í hesum Radaranum vitja vit nøkur teirra, sum merkja trupulleikan á egnum kroppi. Tvey tjóðartingsval vóru í Evropa í síðstu viku. Í Bretlandi viknaðu Theresa May og konservativi flokkurin undan samráðingunum um Brexit Í Fraklandi vunnu evropasinnaðu makronistarnir hinvegin stórsigur í fyrsta umfarinum av tjóðartingsvalinum. Svein Magnason, stjórnmálafrøðingur, og Róland í Skorini, studentaskúlalærari, greina bretska og franska valið, og teir máta bylgjurnar, nú samráðingarnar um Brexit eru beint fyri framman. Og 1. oktober skulu katalanar aftur til fólkaatkvøðu um loysing frá Spania trý ár eftir seinastu fólkaatkøvðuna. Hetta varð kunngjørt á stórari kravgongu í Barcelona sunnudagin, har heimskendi katalanski fótbóltsvenjarin, Pep Guardiola, var gestarøðari. Vit hava reportasju frá staðnum. Enn er ógreitt, hvussu mong eru rakt av brekinum, men einki útvarpssignal er í Havnini, meðan tey aðrastaðni ongar trupulleikar hava. Til ber tó at lurta eftir útvarpinum á netinum allastaðni. Arbeitt verður at fáa útvarpssignalið, har tað er í ólagi, í rætt lag aftur. Hóast nýggj fiskivinnuskipan skal koma í gildi á nýggjárinum, og næsta fiskiár tí bara verður fýra mánaðir, letur Havstovan tilmæli um eitt heilt fiskiár, sigur Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum avger, nær tilmælið hjá Havstovuni verður almannakunngjørt. Havstovan sjálv kunnger ikki tilmælið. Um eina viku fær Fiskimálaráðið tilmælið frá vinnuni, sum er umboðað í Fiskidaganevndini. Á ólavsøku leggur landsstýrismaðurin fram lógaruppskot um fiskidagarnar næsta fiskiár. Eingin lóg ella lógarbroyting krevst fyri, at skipini hjá Varðanum og onnur skip landa til eitt móttøkuskip hjá Varðanum pelagic, meðan virkið á Tvøroyri verður bygt uppaftur. Fiskimálaráðið vísir til kunngerðirnar um fiskiskap eftir norðhavssild, makreli og svartkjafti í 2017.Sambært teimum kann Vørn geva loyvi til móttøkuskip at virka fiskin. Sambært galdandi lóg um uppsjóvarfiskiskapin skulu tvær krónur rindast fyri kilo av makreli og norðhavssild í avreiðingargjaldi til landskassan, tá fiskurin verður latin móttøkuskipi undir fremmandum flaggi til virkingar ella frystingar. Forboðið verður galdandi frá 1. mai til 15. august. Tá verður bannað at sigla skjótari enn fimm fjórðingar um tíman nærri enn 500 metrar út landi fyri at geva fuglinum frið. Hon svarar, at tær tríggjar oyggjarnar og hólmurin vórðu í 2012 útnevndar at vera Ramsarøki. Í Ramsarøki skulu fuglabjørg og annað, sum hava týdning fyri ávísar fuglastovnar, verjast móti ágangi. Hesum tilmæli hevur Sirið Stenberg nú fylgt. Ein avgerð um at víðka forboðið at vera galdandi fyri aðrar oyggjar eisini skal byggja á haldgóðar grundgevingar. Eru grundgevingarnar sakligar, eigur forboðið at verða víðkað, sigur Sirið Stenberg, men í løtuni eru ongar ætlanir um tað. Kunngerðin um skjóttgangandi bátar er til hoyringar til 1. august. Giulia D Asta úr Italia og Blance Rollet úr Frankaríki hava seinasta árið verið skiftisnæmingar í Føroyum. Tær hava búð hjá hvør síni vertsfamilju í Føroyum, og hava lært nógv um Føroyar og føroysku mentanina. Carsten Friis Overby er Organization Development og Team Coordinator í AFS Interkultur Danmark. Hann greiðir frá møguleikinum, ið bæði familjur og miðnámsskúlar hava við AFS skipanini. Hvat geri eg sum foreldur, tá børnini uppliva ein so álvarsligan eld, sum tann á Tvøroyri seinasta fríggjadag. Hvat geri eg sjálv, ella sjálvur, fyri at fáa frástøðu til skelkin eftir at hava uppliva tílíkan eld. Serliga hava vit lindi at gloyma børnini og teirra kenslur, og hava lindi at skúgva tey til viks, men tað er sera umráðandi at tosa við børnini. Støðan 1.Víkingur 16 mál 26 stig 2.KÍ 9 mál 26 stig 3.NSÍ 12 mál 21 stig 4.HB 5 mál 17 stig 5.TB FCS Royn 2 mál 16 stig 6.B36 5 mál 14 stig 7.EB Streymur 11 mál 11 stig 8.07 Vestur 13 mál 11 stig 9.Skála 7 mál 10 stig 10.ÍF 18 mál 6 stig Støðan 1.KÍ 37 mál 27 stig 2.EB Str. Skála 32 mál 27 stig 3.HB 0 15 stig 4.B36 7 mál 12 stig 5.B68 23 mál 6 stig 6.ÍF Víkingur 39 mál 3 stig Talan er um fýra fólk, trý frá kriminalteknisku deildini hjá løgregluni í Danmark og eitt fólk frá Dansk brand og sikringsteknisk institut, ið eru serfrøðingar í at kanna el skipanir í bygningum. Kanningarliðið fór til Suðuroyar í gjár, og kanningarnar á virkinum eru so smátt byrjaðar. Vandi er tó framvegis fyri, at partar av bygninginum kunnu rapa. Tí er neyðugt at tryggja bygningin, og serliga tey økini, sum kanningarliðið skal framat, áðrenn kanningarliðið veruliga kann gera kanningar í bygninginum. Arbeitt verður við hesum saman við tryggingarfelagnum hjá Varðanum Pelagic, sigur Hildur Hentze dagligur leiðari á kriminaldeildini. Hon veit tó ikki at siga, hvussu langa tíð kanningarnar fara at taka. Løgreglan hevur samstarv við Arbeiðs og brunaeftirlitið um kanningarnar. Kanningarliðið kannar, hvar eldurin kyknaði, orsøkina til at hann kyknaði og um okkurt revsivert er farið fram. Tað er ikki beinleiðis ein partur av arbeiðnum hjá kanningarliðnum at kanna, um øll brunakrøv eru hildin, sigur Hildur Hentze, leiðari á kriminaldeildini. Tað er málsøkið hjá kommununum og Arbeiðs og brunaeftirlitinum, sum umsita brunagóðkenningar og trygd, og tey kunnu melda eitt mál til løgregluna, um mett verður, at okkurt revsivert er farið fram viðvíkjandi brunatrygd. Morgunsendingin tosar eisini við Martin Kúrberg, sum júst hevur latið viðgerðarheimið Frælsi á Eiði upp. Har koma ung, sum hava trupulleikar við rúsevnum og rúsdrekka. Tað merkir, at ES borgarar rinda tað sama, tá teir tosa í telefon, skriva SMS boð ella nýta internetið, uttan mun til um teir eru í heimlandi sínum ella ferðast í einum øðrum ES landi. Tað verður bíligari fyri brúkaran at vera telefonkundi. Men skipanina, sum nú verður sett í verk fyri ES borgarar, hava føroyingar havt í meiri enn eitt ár, hevur Hans Jákup Langgaard, kundastjóri á Føroya Tele, áður upplýst fyri útvarpinum. Henda skipan er galdandi, um tú sum privatkundi teknar eitt ískoytishald. Hjá flestu vinnuhaldum er hetta íroknað. Í Danmark merkja broytingarnar, at flestu fartelefonhaldini dýrka millum 10 og 20 krónur um mánaðin, so heilt ókeypis er tænastan, sum telefonveitararnir nú bjóða, ikki. Eg má tíverri vátta, at 17 fólk eru deyð, og talið fer væntandi at hækka. 37 fólk eru framvegis til viðgerðar á sjúkrahúsi. Hjá 17 teirra er støðan hættislig, segði løgregluovastin í London fyri løtu síðani. Sløkkiliðið í London upplýsir, at ætlanin er at fara at leita eftir fólki í bygninginum við servandum hundum. Tey siga seg vita, at fólk liggja deyð í bygninginum, men einki tal varð nevnt. Tað er serliga á teimum trimum ovastu hæddunum at bjargingarfólkini ikki hava nóg neyva vitan, tí haðani kom eingin á lívi, skriva bretskir miðlar. Tey, sum komu frá stóra eldinum í London í gjár, hava í nátt hildið til á ymsum plássum í býarpartinum og hjá privatfólki, sum hava boðið teimum at koma inn. Kommunan roynir at fáa fólkunum innivist og hevur higartil funnið nýggjan bústað til 44 familjur. Tað er framvegis ógreitt, hvussu nógv fólk vóru í bygninginum tá eldurin kyknaði, men tosað verður um eini 600 fólk. Nógv av teimum eru framvegis ikki komin afturíaftur. Hildið verður, at tað kann taka fleiri dagar, helst vikur at fáa tamarhald á støðuni, og tí verður ikki roknað við, at nakar verður funnin á lívi. Í fjør varð bygningurin klæddur av nýggjum, men eldurin breiddi seg so skjótt, at spurnartekin nú verður sett við, um klædningurin var úr sera eldfimum evni. Hildið verður, at eldurin kyknaði umleið á fjórðu hædd, og breiddi seg við rúkandi ferð upp eftir bygninginum. Okkurt blað skrivar, at tað tók ikki meir enn eitt korter til bygningurin stóð í ljósum loga. Myndugleikarnir vilja ikki gera viðmerkingar til, hvar eldurin møguliga kyknaði, men einki bendir á, at talan var um yvirgang. Í bretskum miðlum verður bygningurin skýrdur deyðsfellan. Tað sigur Andrass Marr Poulsen, sum 1. juni tók við sum ovasti fyri tilbúgvingina í Føroyum. Tá eldurin var á Tvøroyri fríggjadagion, var ein kreppubólkur skipaður í skundi, sum helt til á politistøðini í Havn. Í bólkinum vóru útivið 10 fólk, umboðandi ymsar stovnar, millum annað umhvørvi, løgreglu og heilsuverkið. Hóast bólkurin varð skipoaður í skundi, so tyktist hann at virka væl, sigur tilbúgvingarleiðarin. Andrass Marr Poulsen sigur, at hann hevur kallað saman til ein fund um at eftirmeta hendingina á Tvøroyri, men nær tann fundurin verður, er ikki greitt enn. Ætlanin er, at úrslitið av eftirmetingarfundinum skal vera grundarlag fyri at gera eina tjóðartilbúgvin fyri Føroyar. Setast skal út í kortið, hvat er neyðugt at gera í ymsu pørtunum av landinum, tá álvarsligar hendingar eru, sigur tilbúgvingarleiðarin. Vinnararnir í handritakappingini, Nám skrivaði út í oktober í fjør, eru nú funnir, og vórðu teir kunngjørdir á samkomu seinnapartin mikudagin, skrivar Nám á heimasíðuni . Tvær virðislønir vórðu latnar ein til fólkaskúla og ein til miðnám. Besta handritið til fólkaskúlan eigur Marianna Skarðenni, ið hevur skrivað handrit til føroyskt í øðrum flokki. Hina virðislønina fær Louise Restorff Jacobsen, ið hevur skrivað handrit til lærubók í lærugreinini vinnulívsrættur, sum skal brúkast til undirvísing á miðnámi í Føroyum. Níggju handrit komu inn til kappingina. Tað var ein dómsnevnd, ið var mannað við fimm fólkum, ið umboðaði Nám, miðnám og fólkaskúlan, sum metti um innkomna tilfarið. Enn er ongin frágreiðing komin frá Fiskimálaráðnum um flyting av veiðiloyvum, hóast Høgni Hoydal, landsstýrismaður, fyri einari viku síðani segði, at hann vildi hava eina frágreiðing sum skjótast. Høgni Hoydal, sigur í dag, hann hevur fingið ymist tilfar, sum hann málber seg. Men enn er ongin kanning løgd fram alment úr Fiskimálaráðnum um málið. Málið snýr seg um ósemju millum Vørn og Fiskimálaráðið, tá veiðiloyvi vórðu flutt frá línuskipum til uppsjóvarskip, so hesi kundi fiska av felagsskvotuni av svartkjafti. Vørn gav loyvi til flytingina, men Fiskimálaráðið bað Vørn strika flytingina. Tað gjørdi Vørn, og loyvini verða tí tikin aftur 26. juni, tá svartkjaftakvotan væntandi er fiskað. Málið er eisini kært til Løgtingsins umboðsmann. Heilsumálaráðið er ikki liðugt at viðgera kæruna frá ljósmøðrunum á Landssjúkrahusinum, ið tær sendu Heilsumálaráðnum 15. apríl, tað vil siga fyri tveimum mánaðum síðani. Turið Arge, aðalstjóri í Heilsumálaráðnum, sigur við útvarpið, at tey ikki hava avgreitt kæruna, og framvegis viðgera málið. Kæran er sera umfatandi. Partar skulu hoyrast og Heilsumálaráðið skal viðgera tilfarið, ið kemur inn, sigur Turið Arge, aðalstjóri. Aðalstjórin veit ikki nær kæran er liðugt viðgjørd. Eg havi verið í fótbólti síðani eg var níggju ára gamal, og tað mugu vera komnar nýggjar reglur, sum eg ikki skilji, ella sum eg ongantíð havi hoyrt um. Kunngerðin frá 2014 um skyldu at hava hund í bandi er broytt. Í 2014 vóru hundarnir í Árnafirði, Svínoynni, Mikladali og á Trøllanesi undantiknir bandinum. Kunngerðin áleggur fólki, sum hava hund, at hava hundin í bandi á gøtu, vegi, breyt ella øðrum øki, sum eru opin fyri vanligari ferðslu. Bandið skal vera so stutt, at tann, sum leiðir hundin, hevur hundin tætt inni at sær. Tey, sum ikki halda boðini í kunngerðini, kunnu fáa bót. Tríggjar av teimum eru um Høgna Hoydal, landsstýrismann í fiskivinnumálum, ein er um løgmann og ein er um Henrik Old. Summar av kærunum hava ligið rættuliga longi í nevndini. Kæran hjá Meginfelag Útróðramanna um ásetingina av fiskidøgum, hevur ligið hálvt ár í landsstýrismálanevndini. Felagið sendi nevndini klagu um Høgna Hoydal 16.desember í fjør. Tað sigur Kartni Jacobsen, sløkkiliðsstjóri í Tórshavnar kommunu. Óvissa hevur valdað á økinum síðani brunalógin fór úr gildi í 2012, men Tórshavnar sløkkilið hevur fleiri ferðir víst á, at tað kann gera brunaeftirlitini í Tórshavnar kommunu. Gamla brunalógin fór úr gildi í 2012, og síðani hevur óvissa valdað um hvørt tað er landið ella kommunurnar, sum hava ábyrgdina av regluliga at brunasýna bygningar. Í gomlu brunalógini varð álagt Brunaumsjón landsins regluliga at sýna bygningar har fólk koma, millum annað samkomuhús, gistingarhús, sjúkrahús og skúlar. Men í teimum báðum lógunum, sum komu í staðin, er hetta ikki helt greitt. Kommunurnar skulu hava eftirlit við bygningum í kommununi, men ikki at tær skulu hava regluligt eftirlit, stendur í byggilógini. Arbeiðs og bruneftirlitið skal bara sýna bygningar, har spreingikvæm og eldfim evni eru, meðan stovnurin av sínum eintingum kan sýna aðrar bygningar, stendur í tilbúgvingarlógini, sum Arbeiðs og brunaeftirlitið nú umsitur. Í fjør skivaði Tórshavnar kommuna til Henrik Old, landsstýrismann í tilbúgvingarmálum, at Tórhavnar kommuna í trý ár ikki hevði kannað skúlar, hotell, samkomhús og aðrar bygningar, har nógv fólk koma. Millum annað hevði einki eftirlit verið við landssjúkrahúsinum í trý ár. Tórhavnar kommmu spurdi landsstýrið um, hvør eigur at sýna bygningar, sum eru í nýtslu. Í svarinum frá landsstýrinum gjørdist greitt, at kommunur eiga ábyrgdina av bygningum, sum kommunan varðar av herundir skúlar, hotell og samkomur. Men enn er stórt ivamál serliga um stórar bygningar hjá landinum. Eitt nú Landssjúkrahúsið og Vága floghavn. Men landsstýrismaðurin kann áseta, at tað eru kommunurnar sum skulu gera eftirlitini, sigur Kartni Jacobsen. Vit hava sæð pitsabakkar og fastfood innpakking á leiðini har rossini eru. Vit kendu okkum noydd at gera vart við hetta, tí vandi kann vera fyri at rossini gerast illa fyri, um tey fáa okkurt tey ikki tola, sigur Trine Rønhoff Øster, rossaeigari. Rossini hjá Trinu eru í Søldafirði, men aðrastaðni hava rossaeigarar eisini lagt til merkis, at rossini til tíðir fáa okkurt tey ikki tola ella hava tørv á. 3. mars í ár fekk ovnurin á brennistøðini á Hjalla stóran brandskaða og seinni kom stór riva í sjálvan ovnin eisini, og hetta hevur ført við sær, at brennistøðin hevur verið stongd nakrar vikur, og tað ganga umleið tvær til tríggjar vikur áðrenn latið verður uppaftur, sigur Bárður Micherlsen, leiðari á brennistøðini. Boðini eru send heilsu og innlendismálaráðnum, ríkisumboðnum, borgarstjórunum í Føroyum, Føroya Kommunufelag og sýslumonnunum í Føroyum. Tað vil siga, at danskir myndugleikar hava góðkent broytingina, sum Løgtingið fyrr í hesum mánaðinum samtykti í hjúnarbandslógini. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, kunngjørdi jerfyri samtyktina um lógarbroytingina í Kunngerðarblaðnum, eisini at koma í gildi 1. juli. Nú hava so donsku myndugleikarnir gjørt tað sama. Í skrivinum frá danska Barna og almannamálaráðnum verður sagt, at neyvari kunning kemur sum skjótast. Formansskapurin í Fólkatinginum hevur svarað fólkatingslimunum í Føroyum og Grønlandi, sum vildu hava undantak frá regluni um, at varafólk í Fólkatinginum fáa ikki farloyvi. Tey vildu, at varafólk, sum eru í Fólkatinginum fyri landsstýrisfólk, kunnu fáa farloyvi. Men undantak verður ikki givið, svaraði Pia Kjærsgaard, forkvinna í Fólkatinginum, mikudagin. Pia Kjærsgaard svarar, at varafólk hjá donskum ráðharrum fáa heldur ikki farloyvi. Fáa tey ikki verið í Fólkatinginum eina tíð, noyðast tey at siga varafólkssessin frá sær. Bara tvey undantøk hava verið. Annað var í 1966. Hitt var í fjør, tá júst Magni Arge fekk farloyvi. Men tað var undantakið, sum prógvar regluna, sigur Pia Kjærsgaard. Pia Kjærsgaard sigur, at ein varandi farloyvisskipan, so fólk kunnu vera í Fólkatinginum og í Løgtinginum upp á skift fyri ikki at bróta møguligar reglur hjá einum flokki um at vera í báðum tingunum í senn, fær formansskapin at leggja enn størri dent á at halda fast um siðvenjuna. Magni Arge ætlaði at fáa farloyvi úr Fólkatinginum, tí hann ætlaði sær í Løgtingið hetta til Fólkatingið kemur saman aftur fyrst í oktober. Hann kundi verið í báðum tingunum í senn, um so var, at Tjóðveldi ikki vil hava fólk í báðum tingunum í senn. Fekk Magni Arge farloyvi úr Fólkatinginum var hann ikki at rokna sum fólkatingsmaður ta tíðina og tí ikki í báðum tingum í senn, er tulkingin hjá Tjóðveldi. Magni Arge er valdur í Løgtingið. Í Fólkatinginum er hann varamaður hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni. Tað ræður um at koma saman og hugna sær og hava tað stuttligt, sigur Heidi Andreasen úr Klaksvík. Her ber til at fáa vinir, legur hon afturat. Hetta er afturvendandi ítróttardagur, sum skiftir millum fýra pláss í Føroyum og í ár var dagurin so hildin á ítróttarøkinum í Leirvík. Ein grind legði beinini í Sandágerði um tvey tíðina seinnapartin. Hildið verður at hon er millum 100 og 150 hvalir. Grindin varð funnin eystan fyri Nólsoynna fyrrapartin, og hon varð rikin á Havnina. Grindin gekk skjótt suður ígjøgnum fjørðin, og drápið gekst væl, segði Hanus Højgaard, grindaformaður, í samrøðu við útvarpið fyri løtu síðani. Nú verða hvalirnir tiknir upp og lagdir á bryggjuna við Bacalao, har teir síðani verða merktir. Enn er ikki greitt, nær seðlarnir koma út., sambært Hanusi Højgaard. Tað sigur Landsstýrismálanevndin í niðurstøðuni, hon gjørdi í dag. Jacob Vestergaard, tingmaður, kærdi Aksel V. Johannesen fyri tað, hann segði í Løgtinginum um partabrøvini í Klakki. Landsstýrismálanevndin metir ikki, at løgmaður hevur sagt ósatt í tinginum, tá hann segði, at hann hevur ikki selt fiskiloyvi. Hann hevur tí ikki brotið lógina um ábyrgd landsstýrisins. Landsstýrismálanevndin sigur, at partafelagið eigur fiskiloyvið, ikki einstaki partaeigarin. Nevndin ivast í, um hetta málið yvirhøvur kemur undir lógina um ábyrgd landsstýrisins. Eftirsleipið hjá Landsverki stendur við og versnar. Landsverk skal bæði viðlíkahalda vegakervið og almennar bygningar, men hevur ikki pengar til tað. Eftirsleipið at viðlíkahalda og umvæla almennar bygningar er 279 milliónir krónur, og eftirsleipið at viðlíkahalda vegir, tunlar og brýr er 375 milliónir krónur. Hetta kemur fram í Ársfrágreiðingini hjá Landsverki. Játtanin til Landsverk stendur ikki mát við rakstrar og viðlíkahaldstørvin, tí samlaða játtanin antin stendur í stað ella minkar ár um ár. Játtanin til viðlíkahald av bygningum og infrakervi er bara 62 milliónir krónur ein hóskandi játtan hevði verið 122 milliónir krónur um árið, sigur Landsverk. Landsverk umsitur vegna aðalráðini umleið 230.000 fermetrar av bygningum, og hvørt ár verða fleiri bygningar lagdir afturat bygningshópinum. Málið hjá Landsverki er bæði at halda bygningar hjá landinum viðlíka, men eisini at betra um góðskuna á teimum. Játtanin til viðlíkahald av bygningum landsins er lækkað við einari millión krónum niður í 21 milliónir krónur. Tað skal setast upp ímóti, at bara brátørvurin á viðlíkahaldi nú er komin upp á 128 milliónir krónur. Samlaða eftirsleipið, sum í fjør var umleið 250 milliónir krónur, táttar nú í 280 milliónir krónur, tí Landsverk hevur yvirtikið raksturin av fleiri bygningum, í ivasomum standi, afturat. Stjórin á Landsverki heldur, at tíðin er komin at taka alternativar fíggingarhættir í brúk at viðlíkahalda bygningar undir landinum, sum verða afturútsigldir og forfella. Hann skjýtur í fyrsta lagi upp, at allir almennir bygningar verðu fluttir til Landsverk at umsita, og at Landsverk so kann krevja inn leigu fyri bygningarnar inntøkan kann so brúkast til at halda teir í reiðiligum standi. Í dag er tað soleiðis, at stovnar og aðrir almennir leigarar ikki rinda leigu í teimum almennu bygningum, sum landið eigur. Hinvegin rinda eitt nú Landsverk og aðrir almennir stovnar leigur, har onnur enn landið eiga bygningarnar. Her verður munur gjørdur á, sigur Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki. Eftirsleipið at viðlikahalda landsvegakervið er í løtuni mett at vera 375 milliónir krónur. Tað svarar til átta og einahálva ferð árligu rakstrarjáttanina hini Norðurlondini liggja um tvær ferðir árligu játtanina. Sostatt hava Føroyar upp í sjey ferðir størri eftirsleip. Landsverk metir, at við eini játtan, sum er 30 milliónir krónur hægri, ber til at halda stand. Eisini her vísir Landsverk á alternativar fíggingarhættir. Eitt nú ber til at leggja gjald á allar tunlar, og ikki bert undirsjóvartunlar. Einki er heldur til hindurs fyri at seta upp fleiri gjaldsstøðir um landið, aðrastaðni enn í dag og ikki bert við tunnilsmunnar, ið krevja pengar inn frá øllum bilum. Føroya Sílaveiðufelag hevur 70 ár á baki. Í dag hevur felagið umleið 250 limir. Hoyr Andreas Joensen greiða frá um sílaveiðu í sendingini Vikuskifti Í sambandi við, at bólkurin Son of Fortune júst hevur givið út úgávu, fer bólkurin at hava útgávukonsertir kring landið. Bólkurin telur Jan Rúna Poulsen, Mikael Blak og Benjamin Petersen. Hoyr prát við tónleikararnar, umframt at teir spæla eitt lag beinleiðis í vikuskiftissendingini Tað er spurningurin, nú Høgni Hoydal hevur svarað Bjørn Kalsø, landsstýrismanni, um flytingina av veiðiloyvum frá línuskipum til ídnaðarskip. Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, sigur, at Fiskimannafelagið kunnaði landsstýrismannin um hetta málið longu í oktober í fjør. Tað sigur Bjørn Kalsø í Sambandsflokkinum, sum setti Høgna Hoydal, landsstýrismanni, fyrispurning um veiðiloyvini, sum eru flutt frá línuskipum yvir á uppsjóvarskip. Hann væntar ikki, at løgmaður fer at koyra Høgna Hoydal frá, tí sambært Bjørn Kalsø hevur Aksel V. Johannesen verið veikur í hesum málinum. Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, heldur, at sum heild er ferðavinnan í Føroyum væl skipað, og fá óhapp eru, hóast ferðafólkatalið liggur um 100.000 um árið. Guðrið Højgaard fegnast um tilmælið, sum er latið Vinnumálaráðnum um at skipa eina serliga menningardeild at menna ferðavinnuna innlendis í Føroyum. Rigmor Dam vil hava staðfest tørvin, áðrenn hon fer at áleggja heilsuskúlanum í Suðuroynni at skipa eitt útbúgvingartilboð norðanfjørðs. Er stórur tørvur á heilsuhjálparum og heilsurøktarum, ber í fyrstu syftu til at seta fólk í fulltíðarstarv, sigur landsstýriskvinnan í mentamálum. 164 hval løgdu beinini í Sandagerði seinnaparin. Tað blivu tilsamans 1076 skinn, sum verða býtt í umleið 1700 drápspartar. Sagt verður, at tað verður eitt lítið hálvt skinn í part. Spurningarnir í ALSO hesa ferð snúgva seg um um happing av einum barni, tí foreldrini eru ímóti samkyndum hjúnarlagi, um lívið sum kona nummar tvey, og um hvussu nógv yvirgangur úti í heimi eigur at fylla í lívi okkara. Grindin, sum varð hildin til í Sandagerði í gjár var 164 hval og hon varð býtt í 1707 drápspartar. Seðlarnir komu út kl. 23, og stutt eftir var liðugt at skera upp. Grindin var fyrst sædd eystanfyri Nólsoynna seinnapartin í gjár, og tað gekk skjótt og væl at reka. Drápið tók bara 15 minuttir hóast grindin var hampuliga stór, sigur Finnbogi Midjord sýslumaður. Men grindin var nærri Sandagerði, og sjóvarfallið talaði eisini ímóti, at hon skuldi inn á Skálabotn. Tí varð gjørt av, at reka hana á Sandagerð, sigur Hanus Højgaard, grindaformaður. Statoil hevur fingið loyvi at bora ein umstríddan leitibrunn í Barentshavinum, GHemini Nord. Brunnurin liggur umleið 150 fjórðingar úr Norðkapp og 100 fjórðingar úr Bjarnoynni. Felagskapirnir, Náttúra og Ungdómur og Greenpeace, hava stevnt norska statinum, tí felagskapirnir vilja vera við, at boringin í Barentshavinum er ólóglig. Málið kemur fyri rættin í november, men hóast tað, so hevur Statoil fingið loyvi til royndarboring longu í summar, sigur formaðurin í Greenpeace, Truls Gulowsen við norska kringvarpið. Sjey fólk umborð á sjóverjuskipinum USS Fitzgerald eru ikki komin afturíaftur eftir samanstoytin. Millum tey skaddu er herðovastin umborð á USS Fitzgerald, sum var fluttur á sjúkrahús. Tað skrivar BBC á heimasíðuni. Filipinska farmaskipið, ACX Crystal, sum var á veg til Tokyo, gjørdi eina kúvending 25 minuttir áðrenn samanstoytin. Enn vita myndugleikarnir ikki at siga, hví farmaskipið skifti kós. Óhappið hendi í einum øki, har sera nógv sjóferðsla er. Líknandi óhapp hava verið har fyrr, sigur almenna japanska sjónvarpsstøðin NHK. Eisini verður kannað, hvussu eitt skip við einum av mest framkomnu radaraskipanum í heiminum kundi renna á eitt stórt farmaskip í góðum veðri og í góðum sýni. Tíðin er komin at taka víðtøkin stig fyri at vinna á íbúðarneyðini. Nógv fólk hava sera trupult við at finna ein bústað, sum hóskar til teirra, og tørvurin á leiguíbúðum ella øðrum bústøðum liggur millum 1.500 og 2.000. Landsstýriskvinnan við bústaðarmálum ásannar trupulleikan, men hon vísir samstundis á, hvussu trupult tað er at loysa ein so stóran tørv í skundi. Hon ætlar serliga at hyggja nærri at leigulógini, og umhugsar at gera Bústaðir til eina miðstøð, sum skal fyrisita allar leiguíbúðir. Ingolf S. Olsen er meira ítøkiligur. Hann vísir á, at tóm hús standa um alt landið, samstundis sum fólk ikki fáa tak yvir høvdið. Brúksskylda á bústaðir, og eitt gjald á eyka bústaðir, sum ikki vera brúktir, er ein máti at loysa tann trupulleikan, sigur hann. Yvir 9 milliónir børn í Sýria og í grannalondunum, fáa ikki neyðugu hjálpina, tí eingir pengar eru, og tey eru øll hótt. Stovnurin heldur at kreppan í Sýria er tann ringasta hjá felagskapinum nakrantíð. Meir enn sjey ár eru liðin síðani kríggið í Sýria byrjaði, og higartil hava 320.000 fólk latið lív. Fleiri milliónir fólk eru flýdd heimanífrá. Fleiri royndir eru gjørdar at fáa frið í lag, men higartil til fánýtis. Vandi er fyri at eitt heilt ættarlið av ungum í Sýria, fer fyri bakka, og at tey ongantíð koma fyri seg aftur. Tað er ikki rógvandi í Hósvík, tí tað er ov nógvur vindur. Sambært donsku veðurstovuni, DMI, eru hvirlur í støðum upp í 18 metrar um sekundið. Olga Biskupstø, samskipari sigur, at útoyggjarnar stríðast við somu trupulleikum, sum tær altíð hava gjørt, og hon heldur, at tað er tekin um, at politikarar ikki lurta. Eitt nú er samferðsla og stuðul til íverksetan av stórum týdningi, og politikarar eru alt ov trekir í mun til eitt nú at stuðla verkætlanum á útoyggj, heldur Olga Biskupstøð. Útoyggjastevna er í Kallsoynni í dag, útoyggjafelagið hevur í hesum sambandi aðalfund. Olga Biskupstøð, forkvinna í útoyggjafelagnum, tosar við Marjuna Dalsgaard um, hvat fyllir mest á aðalfundinum. Nógvi vindurin í dag gjørdi, at tað ikki bar til at rógva. Róðarsambandið boðar longu nú frá, at róð verður klokkan 18 týskvøldið. Byrjað verður við barnaróðrinum. Magni Arge er varamaður fyri Høgna Hoydal í Fólkatinginum, men er sjálvur valdur í løgtingið. Av tí at hann er varamaður kann hann ikki fara í farloyvi frá Fólkatinginum meira enn einaferð, og tinglimir fyri Tjóðveldi kunnu ikki hava fleiri tingsessir samstundis. Eg kenni tað sum mína skyldu at taka við í løgtinginum, tí tað er har eg eri valdur inn, sigur Magni Arge og ásannar, at støðan á ein ella annan hátt fer at enda við, at hann tekur sæti í løgtinginum aftur. Tað merkir, at tað eru tveir møguleikar. Antin má hann velja annan sessin permanent, ella má flokkurin loyva honum eina meira fleksibla loysn, har hann kann vera bæði støð, sigur Magni Arge. Í so fall má flokkurin fara burtur frá regluni um, at tinglimir, sum eru valdir fyri Tjóðveldi ikki kunnu hava fleiri sessir í senn. Velur Magni Arge løgtingið, sleppur hann ikki at vera varamaður fyri Høgna Hoydal aftur, og Tjóðveldi má finna eitt annað varafólk fyri Høgna Hoydal. Ein onnur, minni sannlíkt loysn er, at Høgni Hoydal sigur Fólkatingssessin frá sær, so Magni Arge kann fara í farloyvi og taka sæti í løgtinginum, tá hann er í farloyvi í Fólkatinginum. Magni Arge sigur, at hann var ikki greiður yvir, at hann sum varamaður ikki kundi fara í farloyvi frá Fólkatinginum fleiri ferðir, og tað var flokkurin heldur ikki. Tí má okkurt gerast nú, tí støðan er ikki haldbar, sigur hann. Ein rúgva av tiltøkum hava verið kring landið hetta vikuskiftið. Útoyggjastevna og Sundalagsstevna umframt bygdahugnar aðrastaðni, so løgreglan hevur ikki sitið hendur í favn. Fleiri ferðir hava tey byrgt fyri, at fólk fóru til hendurs men eitt harðskapsmál var, og tað var eitt av teimum grovu ella alvorligu. Tað var um trýtíðina í Havn, at ein maður knústi eina fløsku ella eitt glas í høvdið á einum øðrum. Løgreglan í Havn upplýsir, at ein maður er handtikin í málinum, hin varð koyrdur beint á sjúkrahúsið. Løgreglan ger nú neyðugu kanningarnar í málinum og skal avhoyra vitni eisini. Eitt annað mál var eisini um brot á politiviðtøkurnar. Talan var um ein útlending, sum í fleiri umførum var so mikið ólátaður í býnum, at løgreglan tók hann við sær á støðina, har hann slapp at rinda eina bót fyri sín atburð. Av hesum var 99 prosent endurnýtt. 35 varð endurnýtt sum spillolja og 64 varð reinsað vatn, sum varð leitt út aftur í náttúruna, og einans 1 var óreinska, ið varð brend. Tað skrivar IRF í íðindaskrivi til miðlarnar í sambandi við at Sirið Stenberg landsstýriskvinna í innlendismálum hevur vitja Spilloljuverkið hjá IRF. Spilloljuverkið er eitt landspolitiskt átak at fyribyrgja dálking í havinum kring Føroyar. Avgjaldið á innfluttari olju fíggjar raksturin av Spilloljuverkinum, sum reinsar spilloljuna og selur hana til endurnýtslu. Átakið varð gjørt fyri at tryggja, at spillolja frá skipum og øðrum kemur upp á land og verður endurnýtt, heldur enn at tað endar í havinum. Við Spilloljuverkinum er landið eisini við til at halda havumhvørvið í Arktis reint, nú alsamt fleiri útlendsk skip, ið sigla í økinum, leggja at í Føroyum og koma við spilloljuni til IRF. Í hesum høpi verða russar nevndir sum serliga raskir at koma til lands við allari síni spillolju og ruski. Vatnflóð hevur verið í Grønlandi í gjár, sum rakti bygdina Nuugaatsiaq. Stórar aldur raktu eisini Uummannaq og Illorsuit. Seinni í nátt vóru eisini ógvusligar aldur í Upernavík økinum. Grønlendska kringvarpið endurgevur fleiri álítandi keldur fyri at siga, at fleiri eru deyð og skadd, men tað hevur løgreglan ikki váttað enn. Enn er ikki greitt, hví vatnflóð brádliga var, men jarðfrøðiligi kanningarstovnurin GEUS skrivar í einum telduposti til KNR, tað er grønlendska kringvarpið, at ein jarðskjálvti hevur verið í økinum og tað kann vera ein møgulig orsøk. Víkingur er oddalið saman við KÍ, bæði hava 26 stig hvør. Næst teimum er NSÍ við 21 stigum og júst NSÍ vitjar í Sarpugerði í Gøtu í dag. Útvarpið sigur frá dystinum, sum byrjar klokkan 15.00, Suni Merkisstein er frásøgufólk og Jóannes Jacobsen viðmerkjari. Dysturin verður eisini stroymdur her Ein jarðskjálvti í Grønlandi í gjárkvøldi var orsøkin til, at tað ein flóðalda rakti Nuugaatsiaq og stórar aldur vóru í Uummanaaq og Illorsuit. Mikkel Bjarnø Lund, tíðindaleiðari á KNR, sigur, at jarðskjálvtin var máldur til 4,1 eftir richterstiganum og tað hevur havt ógvusligur fylgjur við sær í gjárkvøldið og í nátt. Í Nuugaatsiaq eru eitt nú 11 bygningar skolaðir burtur. Í gjár vóru hvirlurnar í støðum upp í 18 metrar um sekundið, og hetta gjørdi, at róðurin í gjár varð avlýstur. Hóast tað helst var rætt at avlýsa, hóvar tað ikki øllum, at róðurin nú er fluttur til týsdagin. Sára Maria Johansen av Tvøroyri rør við Firvaldi. Hon og hinar genturnar umborð á bátinum hava gjørt greitt, at tær ikki vera við til stevnuna týsdagin, hóast hetta kann koma at kosta teimum eitt 1. pláss til FM. Oddastríðið í EFFO deildini er harðnað eftir 13.umfar, har NSÍ og B36 vunnu á ljósabláu og kongabláu oddaliðunum. Við máli í yvirtíðini gjørdi Árni Frederiksberg NSÍ til fyrsta liðið at vinna á Víkingi í ár, og B36 flongdi KÍ við at vinna við heili fimm málum móti einum. Suðringar og Skálamenn vunnu eisini týdningarmiklar sigrar á ávíkavist 07 Vestur og HB. Í botninum sær hinvegin svart út hjá ÍF, sum nú eru afturúrsigldir á stigatalvuni. KÍ B36 1 5 0 1 Odmar Færø 8 0 2 Lukasz Cieslewicz 23 0 3 Benjamin Heinesen 35 0 4 Erlendur Magnusson 68 1 4 Albert Adu 73 1 5 Hannes Agnarsson 76 ÍF EB Streymur 1 2 0 1 Leif Niclasen 25 1 1 Bogi Reinert Petersen 50 1 2 Niklas Kruse 80 TB FCS Royn 07 Vestur 3 1 0 1 Tór Ingar Akselsen 10 1 1 Jón Krosslá Poulsen 43 br. 2 1 Búi Egilsson 46 3 1 Búi Egilsson 90 Ann Andreasen hevur búð í Grønlandi í 32 ár, hon er leiðari á barnaheiminum í Uummannaq. Tá tey frættu um flóðalduna í gjárkvøldi fingu tey boð um, at tey skulu flýggja niðan í fjøllini. Í nátt og í dag eru tey, sum búðu í Nuugaatsiaq flutt við tyrlu til Uummannaq, so nú royna Ann og hini í bygdini at hjálpa til sum frægast. Fyrr í dag ljóðaði, at myndugleikarnir í Grønlandi vistu um 23 fólk, ið ikki vóru komin aftur í aftur. Hetta tal er nú fýra fólk. Somuleiðis boðar stovnurin GEUS, sum ger jarðfrøðiligar kanningar, at tað er ógreitt um talan var um ein jarðskjálvta ella eitt skriðulop. Vit hava nakrar ábendingar um, at talan er um ein jarðskjálvta, men hinvegin eru tað eisini tekin um, at talan er um skriðulop, sigur Petur Voss, seismologur, á GEUS. Tað eydnaðist ikki at avgreiða kappróðurin á Sundalagsstevnu í gjár, tí hvirlurnar í støðum vóru upp í 18 metrar um sekundið. Tí varð róðurin í fyrsta umfari fluttur til í morgin, týsdagin 19. juni. Í Suðuroy vóru tey misnøgd við tað. Har hava fólk sína dagligu gongd í skúla og til arbeiðis, og suðuroyingar kendu seg av somu orsøk noyddar at melda avboð. Vit harmast um tað órógv hetta hevur havt við sær og vóna, at hetta kann skapa frið aftur um róðurin, skrivar Kappróðrarsambandið á heimasíðuni. Ein sera spennandi og vælspældur dystur endaði við, at Føroyar vunnu við einum máli, 26 25. Hálvleiksstøðan var 13 11 til Føroyar. Kappingin er fyri smátjóðir í hondbólti, men spurningurin er, um Føroyar ikki eru blivnar ov stórar til hesa kapping, tí hetta er aðru ferð á rað, at Føroyar vinna kappingina. Føroyar vunnu eisini, tá kappingin var í Kosovo fyri tveimum árum síðan. Trý tey bestu londini í hesari kappingini fingu pláss í EM undankappingini. Tað vil siga, at Føroyar vera við, tá EM undankappingin byrjar á heysti í 2018. Tað er greitt, eftir seinna valumfar, sum var í gjár. Macron og samstarvsfelagara fáa 350 av teimum 577 sessunum í tjóðartinginum, sigur Ritzau tíðindastovan. La R publique en Marche, sum er rørslan hjá Macron, fær 308 sessir, og samstarvsfelagin Modem fær 42 sessir. 289 sessir krevjast fyri at hava reinan meirluta. Republikanararnir eru næststørsti flokkur við 113 sessum. Sosialistaflokkurin fekk bara 29 sessir í mun til 290 flokkurin annars hevði farna valskeið. Front National hjá Marine Le Pen fekk bert átta sessir. Ein av teimum eigur Marine Le Pen, sum tískil er vald í tjóðartingið fyri fyrstu ferð. Valluttøkan í Fraklandi var 42,6 prosent, og er tann lægsta í nógv ár. Eitt fólk lat lív og átta fingu skaða, eftir at ein bilur í nátt koyrdi á tey í norðara parti av London. Maðurin, ið koyrdi bilin, er handtikin. Í seinasta lagi 1. oktober í ár eigur landsstýrismaðurin í vinnumálum at hava gjørt eina ætlan, sum miðar eftir, at kynbótararbeiðið viðvíkjandi alilaksi í høvuðsheitum verður ein privat vinnulig uppgáva við teimum íløgum og inntøkumøguleikum, hon hevur við sær. Men upphavsrættindindi skulu tó vera hjá tí almenna. Landsstýrismaðurin eigur eisini at kanna, um føroyska sílastovninum er lív lagað. Tað sigur Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum, sum hevur latið Vinnumálaráðnum seks milliónir krónur til at bjarga lívfiskinum, sum gongur á Skálafjørðinum. Hann verður kynsbúgvin fyrsta dagin og fer fyri skeytið, verður hann ikki tikin nú. Ósemja er um, hvør eigur at gjalda fyri fiskin, ið skal takast landskassin ella Bakkafrost. Fíggjarnevndin heldur, at landsstýrismaðurin eigur at fáa hetta greitt, áðrenn fiskurin verður tikin. Summartónar byrjaðu 4. juni við konsert í Klæmintsgjógv, har danski saxofonspælarin, Carsten Vogel, spældi. Summartónar halda fram til 20. august. Høvuðsfyriskipari er Felagið Føroysk Tónaskøld, sum er limur í altjóða felagsskapinum av nútíðar tónleiki, og hetta mertkir skránna í ár, tí tey hava valt, at hava tónleik frá seks heimspørtum við. Tað verða bæði føroyskir og útlendskir tónleikarar sum spæla henda tónleik. 7 ára gamli Alexandur á Stongunum gjørdist herfyri borgari nummar 2.000 í Vága Kommunu. Honum dámar væl í Sandavági, og tað gera foreldur hansara, Sigga á Stongunum og Magnus á Stongunum, eisini. Borgarstjórin í Vága Kommunu, Eyðdis Hartmann Niclasen er fegin um, at fólkatalið í Kommununi veksur. Føroyameistarin í fótbólti, Víkingur, skal spæla ímóti meistaranum úr Kosvo, Trepca 89, í fyrsta umfari í Champions League kappingini. Lutakastið var avgreitt í Nyon í Sveis fyrr í dag. Kappast hevur verið í sjálvstøðugari kapping í Kosovo síðani 2007, og Trepca 89 vann sítt fyrsta meistaraheitið í søgu felagsins fyrr í ár. Víkingur skal spæla ímóti íslendsku meistarunum FH úr Havnarfirði, sum hevur føroyska landsliðsmálverjan, Gunnar Nielsen, í hópinum. Tórshavnar kommuna hevur higartil í ár fingið meira enn 100 fráboðanir um rottu frá fólki í kommununi, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni, torshavn.fo Tað eru munandi fleiri fráboðanir enn komman hevur fingið tey síðstu árini. Tí rópar høvuðsstaðarkommunan nú varskó við einum átaki , har heitt verður á fólk um at fara í hernað ímóti rottu. Verandi rottukunngerðin, sum er frá 192, er ótíðarhóskandi og skal tí dagførast í næstum. Nýggja kunngerðin er í løtuni til hoyringar, har hon er til 23. juni. Rottufríu oyggjarnar í 2017 eru Fugloy, Svínoy, Kalsoy, Nólsoy, Hestur, Koltur, Sandoy, Mykines, Skúvoy, Stóra Dímun og Lítla Dímun og hólmarnir Mykineshólmur, Trøllhøvdi, Tindhólmur og Gáshólmur. Kunngerðin sigur, at kommunustýri skal seta upp skelti á fleiri tungumálum við kunning um rottu, fráboðanarskyldu og rottufyribyrgjandi tiltøk á farstøðum, bryggjum og tyrlupallum, haðani farið verður til rottufría oyggj. Umhvørvisstovan samskipar fyribyrging og rottutýning, og hon hevur heimild at áleggja kommunustýrum at skipa rottutýningina eftir ávísum leisti. Ein árlig frágreiðing skal gerast um rottufyribyrging og rottutýning. Enn er støða ikki tikin til, hvussu verður við framtíðini hjá Varðanum Pelagic. Virkið verður bygt uppaftur, tað er greitt. Men hvussu verður í tíðini, byggingin varar, er ikki avgjørt enn. Bogi Jacobsen, stjóri í Varðanum Pelagic, sigur, at fyrst verður kannað og roknað, hvussu nógvan fisk, virkið hevði fingið hesa tíðina fyri at vita, um tað til dømis loysir seg at leiga móttøkuskip at virka uppsjóvarfisk. Løgreglan er liðug við sínar kanningar í brunatoftini, og nú fer Betri Trygging undir ruddingina. Frystigoymslan fekk ikki skaða í eldinum. Har vóru millum 3.000 og 4.000 tons av fiski. Nýggja surimivirkið hjá Varðanum var at kalla liðugt. Har skuldi ein maskina inn afturat. Bygningurin fekk skaða, men at síggja til hava maskinurnar ongan skaða fingið, sigur Bogi Jacobsen. Innbjóðing at luttaka er júst send til allar skúlar. Tey, sum hava hug at vera við, kunnu brúka næstu vikurnar at undrast og finna spurdómar at kanna. Tað eru ein fólkaskúlalærari, ein granskari, eitt umboð fyri Nám og eitt umboð fyri Granskingarráðið, sum fara at lesa allar frágreiðingarnar og at meta um, hvør vinnur. Flokkurin, sum vinnur kappingina, fær virðisløn á 5000 krónur , heiðurin at nevna seg Ársins Vitanarfróðu og ein túr í náttúruna við tveimum granskarum at síggja okkurt forvitnisligt. Tað var eitt 300 ferðir 1100 metrar stórt øki, sum leyp um vikuskiftið, ið elvdi til flóðalduna í Karrat fjørðinum í útnyrðingspartinum í Grønlandi, skrivar Arktisk kommando á Facebook . Vit kunnu ikki siga, um tað var ein jarðskjálvti, sum elvdi til skriðulopið, ella um grótið var leyst, sigur Tine Larsen, jarðfrøðisgranskari, sambært grønlendska kringvarpinum, KNR . Hildið verður, at fýra fólk doyðu í flóðalduni leygarkvøldið og uppaftur onnur fleiri fingu skaðar, tá flóðaldan rakti bygdina, Nuugaatsiaq, seint leygarkvøldið, skrivar grønlendska blaðið, Sermitsiaq . Fólk í bygdini vórðu sunnudagin flutt burtur við tyrlu út á verjuskipið, Vædderen, sum liggur á fjørðinum. Vandi er framvegis fyri fleiri øðrum skriðulopum í økinum, sigur Arktisk kommandi í fráboðan. Mánadagin í næstu viku, tann 26. juni, verður fyrireikandi rættarfundur í málinum, har Finansiel Stabilitet, Fíggjarligt støðufesti, hevur stevnt leiðslu og nevnd í gamla Eik banka. Á ákærubeinkinum eru fyrrverandi nevndarformenninir Frithleif Olsen og Odd Bjellv g, fyrrverandi forstjórin, Marner Jacobsen, og fyrrverandi stjórin, Bjarni Olsen. Harumframt eru P F Nota og grannskoðarin, Hans Laksá, eisini stevnd í málinum. Talan er um ein fyrireikandi rættarfund. Sjálv rættarviðgerðin byrjar ikki fyrr enn í januar. 130 dagar í 2018 eru settir av til sakarmálið hjá Fíggjarligum støðufesti móti oddamonnunum í gamla Eik banka. Tað er ikki gjørligt at siga neyvt, hví eldur kom í uppsjóvarvirkið, Varðan Pelagic á Tvøroyri, fríggjadagin 9. juni í ár. Tað er niðurstøðan av kanningum hjá løgregluni. Øll tann elektriska skipanin er so illa farin, at tað ikki hevur verið gjørligt at finna nakrað brek við skipanini. Tað er ikki gjørligt at siga nágreiniliga, hvør orsøkin til eldin hevur verið, sigur løgreglan. Niðurstøðan kemur í kjalarvørrinum á kanningararbeiðnbum hjá føroysku løgregluni, sum fekk hjálp úr Danmark til at finna fram til orsøkina til eldsbrunan í Varðanum Pelagic. Løgreglan er komin til, at eldurin er byrjaður í økinum, sum varð brúkt til pakking. Sveisiarbeiði við CO2 var á staðnum, men alt bendir á, at sveisiarbeiðið er gjørt fult forsvarligt og eftir galdandi forskriftum, sigur løgreglan. Øll tann elektriska skipanin er so illa farin, at tað ikki hevur verið møguligt at finna nakað brek við skipanini. Politiið metir tí, at tað ikki er møguligt at siga nágreiniliga, hvør orsøkin til eldin hevur verið, sigur løgreglan. Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur í dag verið í sambandi við Kim Kielsen, landsstýrisformann í Grønlandi, og boða honum frá um hjálpina úr Føroyum. Í telefonsamrøðu við grønlendska landsstýrisformannin bar eg fram vegna Føroya fólk okkara samhuga við grønlendska fólkinum í hesari sváru støðu, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður. Løgmaður hevur í samráð við landsstýrismannin í uttanríkis og vinnumálum, sum umsitur játtina, gjørt av at veita Grønlandi tvær milliónir krónur í hjálp. Eg boðaði Kim Kielsen frá, at vit alt fyri eitt eru til reiðar at hjálpa við tveimum milliónum krónum. Grønlendski landsstýrisformaðurin takkaði fyri. Tað er mín vón, at okkara íkast kann gera ein mun í Grønlandi, sigur løgmaður. Myndugleikarnir heita enn á fólk um at vera varin í Ummanak fjørðinum, har vandi er fyri omanlopi, eftirskjálvta og fleiri flóðaldum. Mett varð, at tey 4.060 tonsini, sum tá vóru eftir, eru fiskað í seinasta lagi klokkan 12 00 í dag. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, lýsti felagskvotuna við kunngerð tann 19. mai. Sundsá er á dagsskánni fyri býráðsfundin í Havn í kvøld. Meirilutin í Vinnunevndini hjá býráðnum mælir til at varðveita Sundsá, nú vinnuøkið á Sundi skal útbyggjast. Sagt verður, at um nýggja grótútfyllingin byrjar 30 metrar eystan fyri verandi havnarlag á Sundi, og vegur veður gjørdur yvir um ánna beint niðan fyri verandi brúgv, er kostnaðurin 180.000 krónur minni enn, um økini vestanfyri og eystanfyri verða bygd saman. Ein nýggj brúgv um Sundsá er mett at kosta tvær milliónir krónur. Minnilutin í býráðnum, Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin, vil hava Sundsmálið viðgjørt á býráðsfundinum í kvøld. Endamálið við samstarvsavtaluni er at tryggja, at Havnar sjónleikarfelag sum sjálvsognarstovnur kann menna mentanarligt og listaligt virksemi og tilboð. Havstovan hevur handað Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskapin eftir botnfiski komandi fiskiár, sum byrjar 1. september og endar 31. august í 18. Mælt verður millum annað til at taka óbrúktu fiskidagarnar í fiskiárinum 2016 2017 og at fiskidagarnir hjá línuskipum, trolbátum og útróðrarbátum verða 50 prosent av brúktu døgunum í verandi fiskiári. Harumframt verður mælt til at friða ávísar fiskileiðir. Í løtuni er upsi rættiliga væl fyri og veiðutrýstið er innan fyri lívfrøðiliga burðardygt mark. Tó er veiðutrýstið hægri enn tað, ið gevur størstu langtíðar veiðu. Toskur og hýsa eru illa fyri, og mælt verður tí til at lækka veiðutrýstið munandi. Stovnsmetingarnar, sum Havstovan hevur gjørt, vísa, at upsin er hampiliga væl fyri, meðan toska og hýsustovnarnir enn eru sera illa fyri. Tilgongdin hjá toski og hýsu hevur svikið í fleiri ár á rað enn nakrantíð áður í nýggjari tíð. Ábendingar eru tó um, at 2015 árgangurin hjá hýsu er toluligur og at 2016 er góður, so vónir eru um ein ávísan bata í tilgongdini til hýsustovnin. Toskaárgangurin 2015 er lítil, men 2016 árgangurin sær út til at vera toluligur, tó undir miðal. Marknaðarátakið Google Sheep View var ótrúliga framsøkið, spennandi og stuttligt, og tá tað enntá eydnaðist at fáa Google til Føroya, gjørdist átakið bara enn villari, skrivaði stjórin á VisitFarorIslands, Guðrið Højgaard nú ein dagin á facebookvanga sínum. Og nú hevur Google Sheep View enn einaferð gjørt vart við seg innan marknaðarøki. Sheep View varð, í gjár, innstillað til fleiri virðislønir í Cannes, og tá avtornaði vunnu tey eina silvurvirðisløn og eina Gylta Leyvu. Tað hevur verið ein stuðul og motivatión, at mamma hevur verið í sama flokki, sum eg, sigur Heidi í Kálvalíð. Um hon klárar tað, so klári eg tað eisini, hugsaði Heidi onkuntíð. Ætlar tú tær á Voxbotn um vikuskiftið, og hevur tú ikki longu keypt atgongumerki, mást tú djúpt niður í lumman. So djúpt, at tú kanst gerast partur av ólógligum keypi og sølu. Nógv atgongumerki til Voxbotn 2017 verða í løtuni seld á Facebook. Verða atgongumerkini seld fyri meira, enn tey upprunaliga vórðu keypt fyri, er tað ólógligt og revsivert. Løgreglan hevur undanfarin ár eisini viðgjørt fleiri mál, har fólk hava boðað frá ólógligari atgongumerkjasølu , eitt nú til Voxbotn, í til dømis Rótikassanum á Facebook. Politimálini frá undanfarnum árum um ólógliga sølu, við vinningi fyri eygað, rína eftir øllum at døma ikki við hjá fólki ið ætla sær á Voxbotn í ár hvørki hjá seljarum ella hjá keyparum. Í løtuni eru nógv atgongumerki til Voxbotn 2017 til sølu á Rótikassanum, har fólk, ið ikki hava fingið atgongumerki til Voxbotn, bjóða um kapp fyri at tryggja sær atgongumerki til tiltakið. Fólk, ið keypa atgongumerki á ebillett.fo, verða ávarað frammanundan. Verða atgongumerki seld víðari fyri meira, enn tey kostaðu, verður hetta meldað til løgregluna, stendur á ebillett.fo . Samstundis mælir hann til, at Bústaðir burturav hugsavna seg um at byggja eldraíbúðir, tí tað hevði gjørt bústaðarmarknaðin smidligari. Jóansøkuróðurin er á Tvøroyri leygardagin, 24. juni, sundalagsstevnuróðurin í Hósvík mikudagin, 28. juni og róðurin á varmakeldu leygardagin, 1. juli. Tað er ikki óhugsandi, at tað vera aðrir bátar enn teir vanligu, ið gera seg galdandi næstu róðrarnar, men her er tað serliga mentala fyrireikingin, sum kann verða avgerandi, heldur fyrrverandi ítróttarlæknin. Men virkið var endutryggjað, og tí fer Betri Trygging ikki at merkja so nógv til skaðan, sigur Jean Djurhuus, stjóri í Betri Trygging Tryggingin hevur júst fingið atgongd til økið aftur, og nú fara sýnsfólk at kanna økið, og hvat gerast skal, sigur Jean Djurhuus. Nú verður avgjaldið roknað á sama hátt sum avgjaldið á øli, tí styrkin er tann sama. TAKS spurdi Fíggjarmálaráðið, um ikki bar til at lækka avgjaldið á súrepladrykkinum. Fíggjarmálaráðið spurdi Løgtingið, sum segði ja. Ein teyggja, sum er seks blikk ella fløskur av cideri, kostar nú 77,25 krónur, upplýsir Okkara. SEV hevur sett upp skjótløðistøð í Runavík til elbilar. Og í næstum verða tvær løðistøðir á flogvøllinum í Vágum budnar til elnetið. Talan er um skjótløðistøðir, sum eftir 20 minuttum løða bilin upp á 80 prosent, og tað er munandi skjótari, enn eldru løðistøðirnar vóru førar fyri, skrivar SEV. Fyrsta skjótløðistøðin í Føroyum varð sett upp í Klaksvík stutt undan jólum í 2015. Síðani eru løðistøðir settar upp við Streymin, á Tvøroyri, í Havn og í Vestmanna. Landskassin fekk nógv minni enn væntað í vinningsbýti og frá Danmarks Nationalbank í fjør. Í fíggjarlógini varð roknað við tíggju milliónum krónum frá Tjóðbankanum, men haðani komu bara 5,5 milliónir. Landskassin fær part av yvirskotinum hjá Tjóðbankanum. Føroyski parturin verður roknaður sum lutfallið millum føroyska seðlaumfarið og alt seðlaumfarið í ríkinum við ársenda. Í fíggjarlógini fyri 2016 vóru 55 milliónir í vinningsbýti frá partafeløgum, sum landið eigur í, og frá grunnum. Roknað varð við tíggju milliónum frá BankNordik, men haðani komu sjey milliónir. Samanumtikið fekk landskassin næstan 23 milliónir krónur minni enn væntað frá partafeløgum og grunnum í fjør. Í fíggjarlógini varð roknað við 13 milliónum frá Húsalánsgrunninum, Búnaðargrunninum og Realinum. Haðani kom ikki eitt oyra í fjør. Roknað varð eisini við 42 milliónum í vinningsbýti, men bara góðar 32 milliónir komu frá Smyril Line, Tjaldri og Telefonverkinum. Tað er fyrst og fremst fyrisitingin í Fiskimálaráðnum, sum hevur ábyrgdina av trupulleikanum við ólógligum flytingum av veiðiloyvum. 18 børn, sum hava tilknýti tl bygdina, ið vanliga ganga í einum stórum býarskúla, eru farin aftur til røturnar at royna, hvussu tað er at ganga í skúla á bygd. Nógv eru um boðið at taka við eftir Hanus Joensen sum skúlastjóri í Skúlanum á Fløtum í Havn. Mentamálaráðið hevur fingið tíggju umsóknir um skúlastjórastarvið. Hanus Joensen, sum hevur verið skúlastjóri, fyrst í Tórshavnar kommunuskúla og síðani í Skúlanum á Fløtum, gevst í summar fyri aldur. Skúlin á Fløtum er Tórshavnar kommunuskúli og Venjingarskúlin, sum vórðu lagdir saman á nýggjárinum í 2015. Skúlin á Fløtum er størsti fólkaskúli í Føroyum. Mentamálaráðið søkti eisini eftir fyrstalærara til skúlan í Hósvík og fyrstalærara til skúlan í Hvalvík. Níggju hava søkt um starvið í Hósvík og fimm í Hvalvík. Tað kostaði landskassanum 90.500 krónur umframt meirvirðisgjald at søkja eftir stjóra til Landsbankan. Ein uttanhýsis ráðgevi varð fingin at lýsa starvið leyst og seta tað. Ráðgevin lýsti stjóraprofilin, gjørdi og setti upp starvslýsingina, lýsti í miðlunum, kannaði umsøkjarnar og setti starvið. Tað kostaði 90.500 krónur. Í svari til Bjørn Kalsø, løgtingsmann, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, at Landsbankin hevur upplýst, at nevnd bankans hevur nýtt konsulent við drúgvum royndum í starvsseting til stjórasetanina. Konsulentarbeiðið fevndi um at lýsa stjóraprofilin, gera og uppseta starvslýsingina, lýsingarpláss í miðlunum, test av umsøkjarum og sjálva setanina. Fimm umsøkjarar vóru til starvið. Ráðgevarafyritøkan Metis í Havn søkti eftir stjóra til Landsbankan. Bjørn Kalsø spurdi eisini um nevndarsamsýningina í Landsbankanum. Nevndin hevur fram til mai fingið 303.000 krónur í samsýning, svarar landsstýriskvinnan. Bjørn Kalsø spurdi eisini, hvørjar útreiðslur higartil hava staðist av at endurstovna Landsbankan. Bara eittans tal er í svarinum hjá Kristinu Háfoss, 134.000 krónur til fakskipanir og flyting. Seks fólk vórðu sett í starv í Landsbankanum 1. januar í ár, fýra komu úr Gjaldstovuni og tvey úr Hagstovuni. Lønirnar fluttu við teimum haðani. Fyribils stjórin fekk harafturat mánaðarligt ískoyti frá januar til mai fyri at røkja fyribilsstjórastarvið. Í svarinum stendur ikki, hvussu nógv tað var. Tað mangla framvegis fleiri kommunulæknar í Føroyum. Heilsutrygd lýsir nú eftir 10 kommunulæknum, sum skulu setast í starv frá 1. september. Talan er um tvey kommunulæknastørv í Norðoya læknadømi og tvey í Skálafjarðar læknadømi. Og so er eitt kommunulæknastarv leyst í hesum læknadømum Fuglafirði, Vestmanna, Sandoy, Vágum, Suðuroy og Suðurstreymi. Í lýsingini stendur, at tey, sum verða sett í starv, skulu vera sinnað til at samstarva við hini starvsfólkini í læknadøminum og í heilsuverkinum sum heild. Tey skulu eisini vera við í nýskipanum innan økið. Fleiri av kremunum hava eyka tilsett evni, sum elva til ovurviðkvæmi, umhvørvisskaðilig evni og hormonórógvandi evni, sum ikki lúka krøvini hjá norska brúkastovninum. Í kanningini eru sløg av sólkremi, sum føroyingar brúka, eitt nú Nivea og Garnier. Norski brúkarastovnurin hevur kannað 45 sløg av sólkremum. Av teimum eru 32 til vaksin og 13 til børn. Sólkremini eru keypt á apotekum, í handlum, sum selja smyrsl, matvøruhandlum og klædnahandlum. Kannað er, um skaðilig evni eru í sólkreminum. Úrslitið av kanningunum vísir, at bara fimm av sólkremunum til vaksin vóru í lagi, sambært norska brúkarastovninum, forbrukerradet.no Til samans 11 sløg høvdu evni, sum kunnu elva til ovurviðkvæmi. Fýra sløg høvdu samansetingina EDTA, sum er umhvørvisskaðiligt, og 12 sløg høvdu hormon, sum innihald órógvandi evni. Tað vóru bara trý sløg av sólkremi til børn, ið vóru í lagi. Seks sløg høvdu evni, sum vóru umhvørvisskaðilig, trý sólkrem kundu elva til ovurviðkvæmi, og eitt sólkrem hevur hormon, sum ávirka kroppin, skrivar NRK. Í USA er vanligt at lata millum 15 20 í drykkjupeningi, men í Japan verður tað tikið illa upp, um man vil lata drykkjupening. Naina Jespersen, leiðari í kundatænastuni hjá BankNordik, vitjaði morgunsendingina í morgun. Sløkkiliðið í Oslo hevur sløkt eldarnar, og løgreglan kannar nú málið. Fyrst var eldur í einum bili, men so breiddi eldurin seg eisini til aðrar bilar. Bilarnir stóðu í íbúðarøki í býarpartinum, Gamle Oslo, men vandi var ongantíð á ferð um at eldurin skuldi breiða seg til bygningarnar. Løgreglan kannar málið sum eldáseting. Fyrr um náttina var eldur í tveimum persónbilum, og løgreglan kannar, um samband er millum eldarnar og aðrar eldar í býnum seinastu tíðina, sigur Rune Ullsand, talsmaður fyri løgregluna í Oslo. Sending um Steinvør Fonn úr Klaksvík, sum ikki er bangin fyri at viðganga, at hon bæði er sjálvsøkin og krevjandi og tískil ikki løtt at liva saman við. Samstundis er hon eisini við egnum orðum góðtrúgvin og heimføðislig. Tað hendir nakað, har hon er, og familjan hevur alt at siga fyri hana. Tónleik og sang gongur hon uppí við lív og sál, og millum annað stjórnar hon kvinnukórinum Suð. Menn hava ikki atgongd har, tí teir hava alt ov ilt við at læra uttanat. Steinvør hevur útbúgving sum lærari, men gavst eftir fimm árum, tí hon ikki orkaði frek og óuppdrigin børn. Nú starvast hon í familjufyritøkuni Fonn Flog, men útilokar kortini ikki, at hon seinni fer at taka lærarastarvið upp aftur. Í ár byrjaði dagurin í Sandagerði, har fólk hittust at gera yoga klokkan hálvgum níggju. Tað eru yogalærarar sum skipa fyri ymiskum tiltøkum hendan dagin, og yvirskotið fer til eitt vælgerandi endamál í ár verður tað Fountainhúsið. Emma Annika Thomsen Journalist Sokallaðu fidget spinners , sum upprunaliga eru gjørdir til tey við ADHD og ung, ið hava tað trupult við at savna seg, eru sera væl umtóktir millum okkara ungdóm í løtuni eisini millum tey, ið ikki hava nakran serligan tørv. Lítla tólið, sum verður hildið millum fingrarnar, skal eitast at hjálpa tær við at hugsavna teg um eitthvørt. Tað kann samstundis vera fyribyrgjandi mótvegis strongd í gerandisdegnum, ella tá ið tú hevur tørv á, at tankarnir verða fluttir eitt annað stað til dømis frá sigarettini, ið tú roynir at standa ímóti. Fyribyrgjandi ella veitandi viðvíkjandi strongd Tað sigst at fidget spinnarir fáa børn við ADHD at fokusera seg betur, og at ein fidget spinner hjálpir fyri stress , sigur 19 ára gamli Jonn Williamson Smith úr Sørvági. Jonn metir tó, at fidget spinnarin veitir meira strongd enn hjálp. Sum eigari hugsar ein allatíð um fidget spinnaran, og foreldur kunnu verða stressaði av tí, at barnið hjá teimum má og skal hava ein eins og øll onnur. Foreldur eru enn tá farin frá arbeiði fyri at standa í bíðirøð uttanfyri handlar. Eg veit ikki, hví fidget spinners eru blivnir so populerir, men tað eru teir so nú, og tað trendar so nógv, at tað er blivið til ein bandwagon og fevnir um ein málbólk, ið liggur millum 7 36 ár . Jonn er sjálvur sera glaður fyri sín fidget spinnara og lýsir keypið sum eitt impulsivt keyp. Lágið prísurin var tann stórsta orsøkin til, at hann keypti sær ein fidget spinnara Eg sá, at handlarnir í Havn seldu teir fyri 79kr, og tað var ikki tað vert. So eg fór á netið og fann eina heimasíðu, har eg kundi keypa tað fyri ein bíligan penga , leggur hann afturat. Jonn gjørdi sostatt av at keypa ein fidget spinnara fyri 14 krónur Eg rokni ikki við, at tað fer at vera so leingi in the spot light , sum tað er beint nú. Hetta er nokk bara eitt one hit wonder , slær Jonn fast at enda. Tó vísir tað seg at vera deildar meiningar um fidget spinnarin millum ungdómin í dag. Røddin hevur verið inni í 3. og 7.flokki í Hoyvíkar Skúla og spurt næmingarnar nakrar spurningar. Hóast Jonn valdi at keypa sín fidget spinnara á netinum, so er eftirspurningurin sera stórur í handlunum. Handlarnir Fidget spinnararnir eru seldir, áðrenn teir koma inn Tey starvandi í bókahandlinum Rit og Rák fáa tonsavís av fyrispurningum um væl umtóktu vøruna, hóast hon ikki er í handlinum fyrr enn hálvan juni. Fyrispurningarnir stroyma inn í handilin hvønn dag, og fleiri kundar hava eisini skrivað seg upp, til tá teir koma summi hava enntá lagt fleiri av , sigur Birita Reinert, starvsfólk í Rit og Rák. Ikki keypt ein enn Um tú ikki hevur verið ein av teimum kviku ella kanska hugsar eitt sindur sum Jonn, at tað er ikki pengarnir vert, so er ein loysn Tað ber til at downloada eina app við einum fidget spinnara. So tað ber til at vera við í trendini uttan at skula gjalda fyri tað. Tey kreativu kunnu eisini byggja sín egna fidget spinnara av lego Tað finnast fleiri møguleikar, um mann ynskir at gerast partur av tí, sum Jonn nevnir eitt one hit wonder . Ov lítið øki, høgir prísir og vánalig skrá. Hesuferð snýr kjakið seg um sokallaða ársins konsertdag , Voxbotn , sum verður leygardagin 24. juni 2017 í Vágsbotni í Havn. Er konsertdagurin heipaður, tí hann veruliga feitur ella fara fólk bara tí, at tey hava FOMO Tað er spurningurin, sum 6 ungir journalistar settu sær fyri at viðgera, tá tey fóru í studio5 í Kringvarpinum fyri at gera ljóðupptøkurnar til fyrsta partin av EinkiFiltur. EinkiFiltur er ein nýggjur táttur á Røddini, har vit viðgera tað, sum rørir seg millum tey ungu beint nú. Vit mangla eitt stað, har tað er loyvt at siga tingini, sum tey eru , siga ungu journalistarnir, sum hava tikið stig til EinkiFiltur. Heitið EinkiFiltur skal indikera, at sendingin er óviðgjørd einki er klipt burtur og einki er pyntað. Voxbotn fær botnkarakter Fyrstur at sleppa undir luppin hjá bersøgnu ungu journalistunum, er konsertdagurin Voxbotn. Journalistarnir umrøða tiltakið og geva fyriskiparunum botnkarakter fyri vánaliga skrá og ov høgar prísir. Men tá alt kemur til alt, fara fimm út av teimum seks á Voxbotn 2017 hóast alt. Tað avdúka tey síðst í ljóðbrotinum. Um Voxbotn bara livir upp á FOMO kanst tú sjálv meta um, um tú also ert ein av teimum, sum hava fingið fingrarnar í útseldu atgongumerkjunum til konsertdagin, sum verður í vikuskiftinum. Minnilutin í Tórshavnar býráð vildi sleppa at atkvøða um, hvørt arbeiðið at byggja út vinnuøkið á Sundi við grót úr Eysturoyartunlinum, skuldi steðgast alt fyri eitt. Men Annika Olsen forðaði atkvøðugreiðsluni við einum øðrum uppskoti. Tað var, um alt orðaskifti í málinum skuldi steðga. Av tí at uppskotið hjá borgarstjóranum var meira víðfevnt, slapp tað til atkvøðugreiðslu fyrst, og var samtykt. Sambært løgfrøðini hevur ein borgarstjóri rætt til at steðga eini atkvøðugreiðslu, eitt nú um tað er soleiðis, at einki nýtt er í málinum. Uppskotið hjá samgonguni vísti ikki á aðrar møguleikar til grótið úr Eysturoyartunlinum. Tí var tað torført at grundgeva fyri, at málið var broytt. Hinvegin er tað sera óvanligt at forða einum uppskoti at sleppa til atkvøðugreiðslu. Hatice Ipek Kevioglu er 27 ára gomul, og býr við manninum og hálvt ára gomlu dóttrini í Føroyum. Hatice og maðurin eru uppvaksin í Danmark, og eru bæði vælútbúgvin fólk, eins og flestu føroyingar. Hóast alt vísir tað seg, at fordómar, mótstøða og ivandi, dømandi og forvitin eygnabrá eru ein partur av gerandisdegi teirra. Jon Hestoy hevur í fleiri umførum verið formaður í Svimjisambandi Føroya, sum fyrst í 80unum fekk altjóða limaskap. Hann hevur verið altjóða dómari eitt nú á HM í Rio í fjør. Svimjingin hevur gjørt stór framstig síðani Oyggjaleikirnar í Føroyum. Í 1985 vunnu Føroyar eitt silvurmerki, í 2009 vóru gullmerkini 21 í tali. Úrvalssvimjarin Pál Joensen hevur staðið seg millum teir bestu í altjóða kappingum. Jon Hestoy er næstformaður í teknisku nevnd fyri svimjing á sjónum, vøtnum og áum hjá europeisku svimjisamgonguni. Er eisini í somu nevnd hjá altjóða sambandinum FINA. Tað er ikki farið stillisliga aftur við borðinum, at grót úr Eysturoyartunlinum streymoyarmegin skal brúkast til at víðka um vinnuøkið á Sundi. Kaldbaksfólk hava mótmælt ætlanini, men higartil til fánýtis Arbeiðið, at víðka vinnuøkið á Sundi, heldur fram sum ætlað, er greitt eftir býráðsfund týskvøldið. Grøna økið, frámerkt B1 á loftmyndini niðan fyri her, er økið á sjógvi, har grótið úr Eysturoyartunlinum, ið kemur upp streymoyarmegin, verður fylt við gróti. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í kommunumálum, fekk herfyri ein kæru um Tórshavnar kommunu. Kæran varð skrivað og samtykt á borgarafundinum í Kaldbak. Fólk í Kaldbak vilja ikki, at kommunan ger eitt vinnuøki á Sundi. Tórshavnar kommuna legði ikki uppskotið um vinnuøkið fyri Kaldbaksnevndina í 2016. Í einari yvirlýsing, sum varð gjørd á borgarafundinum í herfyri, verður framferðin hjá Tórshavnar kommunu átalað. Nærum øll fólk í Kaldbak mótmæltu í januar í ár ætlanini um at gera vinnuøki á Sundi, varð sagt. Í 1985 gjørdist Elmar Ósa fólkahetja, tá hann vann fyrsta føroyska oyggjaleikaheiðursmerkið nakrantíð. Hetta var á fyrstu leikunum á Isle of Man, tá Elmar var næstskjótasti svimjarin á 66 2 3 metrum. Silvurkrónan hevur eitt serligt pláss í føroyskari ítróttasøgu, men eisini fyri Elmar sjálvan, sum gjørdi av at leggja heiðursmerkið í kistuna hjá mammu hansara, sum andaðist í 1987. El Service á Skála skal gera nýggja el og trygdarskipan í Sumbiartunlinum. Tað hava Landsverk og EL Service gjørt sáttmála um, skrivar Landsverk á heimasíðuni, landsverk.fo Tað vil siga við ljósi, neyðljósi, trygdarskápum við telefonum og eldsløkkjarum, tólum sum kunnu máta vandamikil gass úr bilum, vakmyndatólum, stoppljósum og bummum. Ein sonevnd SRO skipan, skal setast upp, sum tryggjar beinleiðis samband við Landsverk og Alarmsentralin hjá politinum umvegis alarm og sjálvvirkandi steinging av tunlinum. Trygdaarbeiðið í Sumbiartunlinum verður gjørt í byggistigum yvir nøkur ár, og tíðarætlanin er treytað av, hvussu stór játtanin verður. Til arbeiðið verða í ár nýttar 1,0 millión krónur, ið fara til at gera teknikkhús og fáa lagt inn streym í tunlinum til fartelefonskipanina, sum Føroya Tele fer at seta upp í ár. Magnus Tausen, formaður í Flogbóltssambandi Føroya harmast um, at kvinnulandsliðið ikki er við á oyggjaleikunum í Gotlandi í komandi viku. Fíggjaligu útlitini vóru ikki til tað, og tað eru vit sera hørm um, sigur hann. Ístaðin fer kvinnulandsliðið at spæla EM kapping í Luksembourg, ímeðan manslandsliðið fer at kappast í Gotlandi. Í EM kappingini skulu føroysku flogbóltskvinnurnar spæla ímóti Luksembourg, Skotlandi, Kyprós og Íslandi. Fyrsti dysturin er ímóti Kyprós í morgin, fríggjadagin kl.12 føroyska tíð. Vit skrúva tíðina aftur til 1989. Jógvan Sundstein, løgmaður bjóðar vælkomin á oyggjaleikir, sum Føroyar á fyrsta og higartil einasta sinni eru vertir fyri. Absalon Hansen hevur vant hvønn dag síðan leikirnar í 87, tí hann ætlar sær at vinna gull á marathonteininum av Selatrað til Toftir. Nøkur ár seinni skifti Absalon renniskógvarnar út við súkklu, og seinni er hon skift út við boga og ørv. Komandi dagarnar fara Absalon og hinir bogaskjúttarnir at gera sítt besta fyri Føroyar í Gotlandi. Luttakarar í sendingini Elmar Ósa, Magnus Tausen, Óli Mortensen, Absalon Hansen, Rebekka Ingadóttir Rein og Finngerð Sólbjørg Clark Veiðiloyvi eru ólógliiga flutt frá línuskipum til uppsjóvarskip, meðan Høgni Hoydal hevur verið landsstýrismaður í fiskivinnumálum, Rógvi Reinert verið aðalstjóri í Fiskimálaráðnum og Elmar Højgaard verið stjóri á Vørn. Landsstýrismaðurin viðurkennir, at lítið skil hevur verið á fyrisitingini í Fiskimálaráðnum í hesum málum, men ætlar sær ikki frá, tí hann vil rætta mistøkini og gera neyðugar broytingar . Og Rógvi Reinert, aðalstjóri kallar egin mistøk fyri beklagilig óheld . Nú eigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, útspælið, og tað fer at koma um nakrar dagar ella eina viku . Men løgmaður hevur álit á landsstýrismanninum sum politikara. Kjakarar í endanum á sendingini Høgni Hoydal, landsstýrismaður, Jørgen Niclasen, Fólkaflokkurin og Kaj Leo Holm Johannesen, Sambandsflokkurin Lagt til rættis Brynhild Thomsen Best er at bíða við fiskivinnunýskipanina til næstu tingsetu, sum byrjar ólavsøkudag, og útseta gildiskomuna í eitt ár í staðin fyri at hurla málið gjøgnum Løgtingið nú. Tað er óðamannverk. Tað sigur Meginfelag útróðrarmanna í viðmerking til Vinnunevndina hjá Løgtinginum, sum viðger tey trý uppskotini um, hvussu fiskivinnan skal skipast eftir nýggjár. Útróðrarmenn mæla til, at nýggj fiskivinnunýskipan kemur í gildi 1. januar 2019 í staðin fyri 2018. Og at málið verður reist aftur í næstu tingsetu. Meginfelagið nevnir nógvar ítøkiligar óvissur í uppskotinum hjá samgonguni, og tað hevur viðmekingar um ymiskt í lógaruppskotinum, serliga um uppboðssøluna. Felagið spyr eisini, hví innhaldið í teimum kanska 100 kunngerðunum, sum landsstýrismaðurin skal gera, skal dyljast sum mansmorð, áðrenn lógin er samtykt. Bjarki, sum sjálvur býr á Velbastað, og javnan hyggur út á fjørðin, hevur sjálvur sæð bókhvítuhval, nebbafisk, kúlubøkur, royður og springarar. Tey, sum hava ábyrgdina av innvigingarskipanum, skulu senda Fiskiveiðieftirlitinum upplýsingar um hvørja landing, hvussu nógv er avreitt ella landað av hvørjum fiskaslagi, í seinasta lagi yrkadagin eftir landingina. Vørn sigur, at alt ov ofta koma vektarseðlar seinni enn ásett er. Innvigingarskipanir, sum ikki senda vektarseðlar til Fiskiveiðieftirlitið rættstundis, kunnu nú vænta, at slík mál verða send fútanum til viðgerðar. Tað er ilt at siga, hvussu nógv rúsevni kemur til Føroya, men eg haldi, at vaksandi tølini vísa, hvussu umráðandi tað er at hava eitt gott eftirlit, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri. Fyrstu fimm mánaðirnar í 2017 eru funnin 19 kilo av hassji, meiri enn tríggjar ferðir so nógv sum í 2016, tá ið hald var lagt á seks kilo, sigur TAKS í tíðindaskrivi í morgun. Tað er ikki bara hassj, sum TAKS kemur fram á í dagliga eftirlitinum. Tollarar hava eisini lagt hald á hørð rúsevni sum MDMA og kokain, men talan er um smærri nøgdir. Hóast vit gleðast um, at vit eru við til at tálma rúsevnasøluni og skaðunum, sum hon ger á føroyska samfelagið, so er tað ræðandi, at nøgdin av rúsevni, sum vit leggja hald á, veksur so nógv, sigur Eyðun Mørkøre, stóri. Eftir summarfrítiíðina flyta Hans Petur og mamman aftur til Pólands, og tí leita tey eftir gentu, sum hevur hug at ansa dreinginum. Vit vóna, at onkur álítandi og fitt barnagenta tímur at koma við okkum og ansað eftir mær, meðan mamma er í skúla og meðan hon ger lektiur. D Áhugaði kunnu senda eini boð við eitt sindur av info um seg sjálvan og vit kunnu tosa nærri um tað praktiska, millum annað løn, uppihald, og so framvegis. D Projekteringin av rennistrongurin til Svínoyar byrjar, tá Landsverk hevur fingið nágreiniliga kostnaðarmeting frá sveisika felagnum, ið byggir rennistreingir, sigur Fríðrik Heinesen, sivilverkfrøðingur hjá Landsverki. Hóast fótbóltsstjørnurnar vinna óteljandi milliónir krónur, er nógv, ið bendir á, at tað allíkavæl verður snýtt í skatti. Nú er Jos Mourinho undir illgruna. Sum skilst, skal Ronaldo vitna í málinum 31. juli. FC Barcelona spælarin, Lionel Messi, fekk í fjør 21 mánaðar treytaðan fongsulsdóm fyri skattasvik. Eins og Havstovan hevur Fiskidaganevndin gjørt tilmæli fyri eitt heilt fiskiár, hóast nýggj fiskivinnuskipan skal koma í gildi á nýggjárinum, og næsta fiskiár tí bara verður fýra mánaðir. Hjalmar Hansen, formaður í Fiskidaganevndini, sigur, at nevndin almannakunnger ikki tilmælið. Tað má landsstýrismaðurin gera, sigur hann. Høgni Hoydal hevur nú fingið tað tilfar, sum hann sambært lógini skal hava fyri at gera uppskot um fiskidagar, sum hann skal leggja fyri Løgtingið á ólavsøku. Nú vil hann hava at vita frá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, um uppgávan varð boðin út millum ráðgevar og tá, hvussu nógvir ráðgevar og ráðgevaravirki bjóðaðu. Hann vil eisini hava at vita, hvussu stórur munur var á tilboðunum. Um uppgávan ikki varð boðin út, vil Bjørn Kalsø hava at vita, hví so var. Tað hevði tí verið áhugavert at fingið at vitað, hvønn politikk Fíggjarmálaráðið og stovnar undir ráðnum hava á hesum øki, sigur Bjørn Kalsø, løgtingsmaður. Ein uttanhýsis ráðgevi, ráðgevarafyritøkan Metis hjá Ingibjørg Berg, sum var kommunustjóri í Havn, varð fingin at lýsa starvið leyst og seta tað. Í svari til Bjørn Kalsø, løgtingsmann, segði Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, at Landsbankin hevur upplýst, at nevnd bankans hevur nýtt konsulent við drúgvum royndum í starvsseting til stjórasetanina. Konsulentarbeiðið fevndi um at lýsa stjóraprofilin, gera og uppseta starvslýsingina, lýsingarpláss í miðlunum, test av umsøkjarum og sjálva setanina. Nú vil Bjørn Kalsø hava at vita, um hetta konsulentarbeiðið varð boðið út. Hópurin Sofía Purkhús Amager VK Petra Sunadóttir Hansen Dráttur Sólgerð Henriksen Dráttur Anja Danielsen Fleyr Anna Sára Johansen Fleyr Esther Rasmussen Fleyr Magnhild Jacobsen Fleyr Óluva Mohr Fleyr Guðrun Joensen KÍF Eyðrið E. Hansen KÍF Sóley Poulsen KÍF Ása Frederiksberg Mjølnir Fríðgerð Høgnadóttir Hansen ÍF Inge Marie Rasmussen TB Vit gera ikki arbeiðið hjá eini jarðamóðir, men vit kunnu verða til staðar og stuðla við okkara nærveru, sum tað er tað kvinnan, sum er við barn, vil, sigur Anne Mette Greve Klemensen. Doula er ein heldur nýggj útbúgving, sum kom úr USA til Danmarkar í 2005. Útbúgvingin tekur nakrar mánaðir. Tað, at eg eri prestur, hjálpir mær eisini at tosa við og stuðla kvinnunum, sum skulu eiga. Tað verður ikki trygt á vegnum millum Hoyvík og Sund, tá alt grótið frá Eysturoyartunlinum skal flytast, sigur Heðin Mortensen býráðslimur í Havn. Heimagreiðslan og Heimabankin hjá føroysku peningastovununum, tað vil siga heimabankin hjá teimum, sum ikki hava Nem ID, er óvirkin í løtuni. Danska KT fyritøkan, SDC, hevur gjørt dagføringar í heimagreiðsluskipanini, og tá seinasta dagføring varð gjørd fríggjadagin, gjørdist tænastan óvirkin. Spurd, hvat viðskiftafólkini so skulu gera, sigur hon, at tey kunnu annaðhvørt fáa sær Nem ID, tí tann skipanin riggar, ella kunnu tey ringja til peningastovnin og fáa hann at gera flytingarnar. Av tí at talan er um óvirkna tænastu hjá bankanum, verður einki ómaksgjald kravt fyri tað. Tað kostar annars 40 krónur fyri hvørja flyting, sum tú ringir til bankan og biður tey flyta, sigur Fía Selma Nielsen, rakstrarleiðari í Betri Banka. Fýra sunnudagar í juli fer útvarpið aftur at senda sendirøðina um bygdina Húsavík. Jógvan Arge var á ferð við Hanusi undir Leitinum í 2013. Hanus hevur verið lærari á Sandoyar Meginskúla og í Húsavíkar skúla. Sat í nógv ár i sóknarstýrinum og var eisini sóknarstýrisformaður. Ferðin byrjar í býlinginum sunnan fyri Ánna. Í fyrstu sending verður sagt frá Húsavík í søgu og søgn. Greitt verður frá útdeyða býlinginum Uppi í Haga og býlinginum sunnan fyri Ánna sum heild. Onnur sending um Húsavík byrjar við gomlu rættina, sum stendur uppi beint oman fyri syðra enda á tí stóra sandinum, hóast hon ofta er farin av veðri. Fyrr brúktu allir hagarnir somu rætt, men síðani útskiftingina eru fleiri gjørdar. Vit hoyra um lendingaviðurskiftini og stríðið at fáa eina líkinda lending í hesum brimplássi. Gamla lendingin varð nevnd Rimilin. Tann nýggja er bygd út á Skarvasker og er prýdd við list eftir Trónd Patursson. Í Húsavík hava tey bæði eitt nýtt kampingpláss og ein gamlan ítróttavøll, og enn í dag sæst farvegurin eftir fleiri minum, sum róku upp á land undir krígnum. Á Tumbakka standa tey mongu gomlu gróthúsini. Bygdin hevur eisini Magnusarbakka. Í býlinginum Heimi á Garði eru fleiri gomul hús og mangar toftir. Har stendur eisini kirkjan, sum fyri 150 árum síðani varð bygd størri enn Sands kirkja. Søgnin sigur, at hústrúin liggur grivin í forkirkjuni. Í seinastu sendingini úr Húsavík verður farið gjøgnum størsta býlingin Heimi á Garði. Her er gomlu toftirnar eftir hústrúnna. Her eru eisini fleiri av teimum gomlu húsunum í bygdini, við Ánna, á Granda, í Tøðuni, á Toftini, á Breyt eins og Skumpitoft og onnur. Her liggur eisini Vegarsteinurin, sum íslendski Ursus skuldi lyfta á sinni, men bjóðaði ikki til at royna. Í dag standa flestu av teimum gomlu húsunum tóm og skúlin er stongdur, men enn verður grivið út fyri nýggjum húsum í Húsavík. Sangirnir, ið royna seg í gjøgnum Nálareygað, eru 1. Nobody Goes To Hell For Having Loved Fróði Hansen 2. Droyma meg beint her Bára Silvansdóttir 3. Wayfaring Stranger Ólavur á Váli Olsen 4. I Know NØES feat. FRUM Vertur er Eyðfinn Jensen. Á Sandi hava tey sent eitt skjal í hvørt hús, sum ger vart við, at byggiloyvi krevst at skifta gólvplátur, skifta læsingar í vindeygum og at mála hús inni hjá sær sjálvum. Tí hevur Klaksvíkar kommuna, í samstarvi við Almannamálaráðið og samkomuna, Soli Deo Gloria, ætlanir um at seta á stovn eitt umsorganarheimi Klaksvík til fólk, sum ongastaðni hava at fara. Tyrlan var so ofta eftir sjúklingum ella fólki, ið høvdu gingið seg í óføri í fjør, at MRCC fór út um kvotuna, sum er 250 tyrlutímar. Tá endatalið umsíðir bleiv drigið, vísti tað seg, at Joan Lindenskov úr Kollafirði var tann skjótasta á tastunum og reyk avstað við bilinum. Sundsá er gýtingará, og í ánni eru stór sjósíl, sum koma niðan at gýta ella sleppa sær av við lýs og annað, sum ikki trívist so væl í feskum sjógvi. Men tað sær út sum at sílini eru gloymd, tá umhvørvismyndugleikar og friðingarmyndugleikar hava kannað, hvussu útfyllingin fer at ávirka økið. Umhvørvisstovan hevur givið góðkenning eftir teimum kanningum, sum Biofar hevur gjørt av økinum. Og niðurstøðan hjá Biofar er, at útfyllingin ikki fer at ávirka plantur og djór í økinum. Tá støða verður tikin til um loyvi skal gevast verður serliga hugt eftir, um tað finnast sjáldsom ella hótt djóra ella plantusløg undir vatnskorpuni, sum kunnu verða týnd, sigur Ingvard Fjallstein, málsviðgeri á vernd, sum er tann deildin á umhvørvisstovuni, ið tekur sær av umhvørvisgóðkenningum og øðrum. 15.000 fiskar av tí sokallaðu føroysku laksastammuni ganga í løtuni á Skálafjørðinum og í næstu viku fer Fiskaaling at skilja 5000 av teimum frá og flyta teir til Skopunar har teir skulu gerast klárir til at strúkast. Teir 10.000 laksirnir, sum ikki verða fluttir til Skopunar skulu slaktast og seljast, og tað er umráðandi at hetta verður gjørt sum skjotast og áðrenn fiskurin er kynsbúgvin, tí tá kann hann ikki seljast til matna. Og so fara virðir fyri 7 milliónir krónir til spillis, sambært Vinnumálaráðnum. Virðið av teimum 5000 laksunum, sum verða fluttir til Skopunar er millum 2 og 3 milliónir krónur. Vinnumálaráðið er í løtuni í samráðingum við Bakkafrost um hvør skal gjalda fyri laksin, sum nú ikki verður seldur til matna. Fiskaaling er farið undir at slakta norska laksin á lívfiskastøðini í Skopun, so lívfiskurin, sum gongur á Skálafjørðinum kann flytast til Skopunar. Nógv tann størsti fólkavøksturin í Føroyum er í Tórshavnar kommunu. Talið á borgarum í høvuðsstaðarkommununi er nú komið upp um 21.000 borgarar, og býurin stendur fyri meira enn helvtini av øllum fólkavøkstrinum í landinum. Hetta ger, at kommunan hevur avbjóðingar at fylgja við tørvinum, sum er. Kommunan hevur tí sett ein samfelagsfrøðing í eitt tíðaravmarkað verkætlanarstarv í eitt ár at arbeiða við menning við høvuðsdenti at finna loysnir í bústaðarmálinum. Tórshavnar kommuna arbeiðir við at gera ein bústaðarpolitikk. Á fundi í byggi og býarskipanarnevndini í vikuni, tann 19. juni, var málið umrøtt, og nevndin samtykti, at umsitingin skal leggja upprit til bústaðarpolitikk fyri nevndina á næsta fundi. Uppskotið til eina bústaðarvisjón er, at allir borgarar í Tórshavnar kommunu skulu hava møguleika at búgva í einum góðum bústaði, í einum góðum býi við fjølbroyttari fólkasamanseting . Eitt dátugrundarlag er gjørt til ein bústaðarpolitikk. Har sæst millum annað, at nógv tey flestu búgva í sethúsum í Tórshavnar kommunu, men at aðrir búformar nú vinna fram. Tilsamans vóru 6.364 bústaðir í Tórshavn í 2016, harav vóru 5.042 sethús. Tað eru 79 prosent. Tví og raðhús stóðu fyri 13 prosentum, og íbúðir standa fyri einans 8 prosentum av bústøðunum. Sambært uppritinum er ætlanin, at sethúsini skulu telja 40 prosent, tví og raðhús skulu vera 40 prosent, og íbúðir skulu vera 20 prosent av øllum bústøðum. Fyri at náa hesum máli verður neyðugt at virka fyri, at íbúðarbyggingin verður raðfest, og bústaðarpolitikkurin skal vísa á átøk, sum virka fyri hesi visjón. Tað er millum annað hetta, sum nýsetta fólkið í Tórshavnar kommunu nú skal arbeiða við. Skal kommunan sjálv útvega bústaðir, og hvussu skal hetta gerast. Hvussu skal kommunan samstarva við ymsar aðrar aktørar. Skal kommunan veita lendi til privata bygging. Hvussu tætt skal kommunan byggja. 79 fólk doyðu í eldsbrunanum, men talið á deyðum kann vera hægri, tí tað kann hugsast, at fólk hava búð ólógliga í bygninginum og tí ikki hava verið skrásett sum íbúgvar. Sama dagin, tað er leygardagin í næstu viku, 1.juli, sum samkynd kunnu blíva vígd í Føroyum, kemur eisini í gildi broytingin í føroysku rættargangslógini, so samkynd, sum verða gift í Føroyum, eisini kunnu verða skild her. Neyðugt var at broyta rættargangslógina fyri at tryggja, at samkynd, sum eru gift í Føroyum, men flyta í eitt land, har sum samkynt hjúnaband ikki er loyvt, skulu kunna verða skild í Føroyum. Um samkynd, sum eru gift í Føroyum, flyta í eitt land, sum ikki góðtekur samkynt hjúnaband, vilja skiljast, ber tað ikki til í landinum, tey búgva í, tí har er samkynt hjúnaband ikki til í nakrari lóggávu, heldur ikki um hjúnaskilnað. Bretski forsætisráðharttin, Theresa May skýtir upp, at ES borgarar, sum vóru í Bretlandi frammanundan fólkaatkvøðuni um Brexit, skulu hava møguleika at fáa somu rættindi til almennar tænastur og arbeiðsloyvi í Bretlandi, sum bretskir statsborgarar hava. Formligu samráðingarnar um at taka Bretland úr ES byrjaðu mánadagin, og uppskotið hjá Theresu May er tað fyrsta, sum bretska stjórnin hevur lagt á borðið. Báðir partar hava sagt, at rættindi hjá ES borgarum í Bretlandi og bretskum borgarum í ES, verður eitt av fyrstu málunum, sum skal avgreiðast í samráðingunum. Síðan bretska fólkið atkvøddi fyri at taka Bretland úr ES, hevur nógv orðaskifti verið um rættindini hjá teimum trimum milliónum ES borgarum, sum eru búsitandi í Bretlandi, og teimum 1,2 milliónum bretunum, sum búgva í hinum ES londunum. Uppskotið hjá Theresu May er, at tað skal taka fimm ár hjá ES borgarum at byggja upp síni rættindi at vera tey somu, sum hjá bretskum statsborgarum. Hetta verður tó bara galdandi hjá teimum, sum vóru búsitandi í Bretlandi frammanundan og stutta tíð eftir fólkaatkvøðuna um Brexit. Skeringsdagurin er ikki ásettur enn, men roknað verður við, at hann verður einaferð millum mars í ár, og tað stundina, Bretland formliga fer úr ES, um smá tvey ár. Angela Merkel, týskur samveldiskanslari, heldur uppskotið hjá bretsku stjórnini vera eina góða byrjan, hóast sera nógvir spurningar ikki eru svaraðir enn. Í Grønlandi kanna myndugleikarnir framvegis vandan fyri omanlopum nærhendis bygdirnar, sum seinasta vikuskifti vórðu raktar av herviligari flóðaldu. Stjórnarráðið fyri Náttúru og Umhvørvi arbeiðir av øllum alvi saman við GEUS og fleiri altjjóða granskarum at meta um vandan fyri fleiri omanlopum í firðunum við Uumanaq, skrivar grønlendska sjálvstýrið í tíðindaskrivi. Fyribils úrslitini av kanningunum hava ikki givið orsøk til at broyta boðini um at flyta fólk úr bygdunum Nuugatsiaq, Illorsuit og Nia qornat. Kanningarnar hava heldur ikki givið orsøk til at flyta fólk úr øðrum bygdum, skrivar Sjálvstýrið. Myndugleikarnir kanna í løtuni fjøll nærhendis, tí vandi er fyri einum nýggjum stórum omanlopi nærhendis har sum fyrra omanlopið var. hetta omanlopið kann vera eins stórt og tað fyrra, siga serfrøðingar. Guð , ja hvør er Hann Hann býr í kirkjuni og er hentur at brúka, tá vit hava brúk fyri Honum. Onkursvegna, so er hann horvin úr gerandisdegnum og ístaðin eri eg í dag hægsti máttur í mínum lívi. Eg havi bert mítt likam og mína heilsu at líta á. Og tað sum umræður er at halda deyðan langt burturi ella í øllum førum útseta hann sum longst. So syndahugtakið er í dag tað, sum eg geri móti mær sjálvari og mínum kroppi. Loyvi eg mær at eta sindur av sjokulátu ella eti ein ræstan bógv, so lovi eg mær sjálvari at í morgin, so skal eg gera tað gott aftur og fáa pulsin upp, so kroppurin aftur fær BMI talið uppá pláss. Eg speki meg og mín kropp í maskinum og tólum og spegl rundanum meg avdúka, hvar eg eri ov feit og buglut og hvar eg intensivt skal seta inn. Alt tos um at brenna og eldur hinumegin er nakað, sum hendir her og nú, tí loysnunnarorðið er Burn. Brenn og bræð feittið burtur og vís tú ert ábyrgdarfull menniskja, sum fer væl um teg sjálva. Og gott er at rákið er at fyrbyrgja sjúku og aðrari ómhumsku. Men krøvini og okið vit sjálvi leggja á okkum er øgiligt. Lívsnjótarin, sum sigur live and let die er burturi. Synd ja, vit hoyra eisini um synd í øðrum høpi í dag. Eitt kodeks verður ramsað upp, sum verður sagt vera synd og onki fyrilit verður tikið, um tey neyðars menniskjuni, sum royna at smíða sær lukkuna góða. Hvussu við hjúnarløgum, har børn og makar eru fyri vanbýtið og fáa varandi mein á sálina og avskeplar tey sum menniskju, skulu tey ongan EXIT veg hava Hvussu við sundurlisna menniskjanum, sum kærleikin aftur finnur, er lívið liðugt hjá teimum Synd verður títt og ofta dragsa fram og sett í samband við kynslív. Og hví tað Hví tosa vit ikki um synd í samband við ferðslulóg ella tilfeingislóg, kvotur og makrel ella fátækraváða ella tey gomlu ella skattalóg Vit seta hummarar í frælsi, tí onkur tykir synd í teimum og heldur tað vera synd at teir eru ófrælsir. Hví fjøtra vit hvønn annan og okkum sjálvi Haldi tað vera synd, at kristna læran, sum sigur vit hava frían vilja og vit gera sjálvi av, hvussu vit liva og eru, um vit trúgva ella ikki, og at ongin millumgongumaður er millum teg og Sonin. Og orð sum ábyrgd, fyrigeving, náði og alt hatta har fylgdi við , tað er synd at vit gloyma hesi føgru orð, sum seta okkum í frælsi. Og nú hava fleiri sagt at hesin klummuskrivarin er heilt á skeivari leiði ella júst hevur grein í sínum málið tað prógvar at kristna læran ikki eru turrgeld boð og lóg, men vit eru livandi menniskju, sum elska og hata og fyrigeva. Hvør er lagaliga løtan Um Guðs Orð eru ævig og livandi, so fylgja tey menniskjanum á ferðini gjøgnum lívið til gleði, gagn og uppbyggingar og tá takast skal samanum, tá fegnist eg um, at tað er Skaparin, sum skal hyggja at mær við kærleikans eygum og ikki nakað menniskja. Vænti at tað mangan er góðsligur og hjartaligur látur á Bláa lofti yvir, hvussu sjálvvthjátíðarlig og sjálvfeit menniskjan ofta mann tykja. CITES, sum er ein altjóða sáttmáti, ið snýr seg um at varðveita hótt djóra og plantusløg, hevur í januar mánaða kunngjørt, at alt rósutræ nú er friðað og eisini bannað. Orsøkin er, at rósutræið verður mett at vera hóttur vøkstur. Hetta fær avleiðingar fyri allar tónleikarar, tá hesir ferðast um landamørk, serliga til og úr USA við sínum ljóðføri, eftirsum flestu ljóðførini innihalda bannaða tilfarið. Frammanundan eru fleiri træsløg, sum eitt nú gittarar eru gjørdir úr, bannað. Vandi er fyri, at hald verður lagt á ljóðførið, hevur tónleikarin ikki váttan fyri, at ljóðførið er framleitt burðardygt og ikki er í stríð við reglurnar hjá CITES. Hoyr innslagið, har vit tosa við Alfred Hansen, sum hevur musikkhandil í Runavík. Eisini ringja vit til Mikael Blak, tónleikara, sum í løtuni er í USA. Hoyr alt innslagið her Virði fuyri umleið hálva milliard krónur um árið vórðu flutt, fyri at fáa semju í samgonguni fyri uppskotinum um fiskivinnunýskipan. Hjá hesum einstaklingum merkir semjan eina árliga upphædd, sum svarar til ríkisveitingina úr Danmark, sigur Meinhard Jacobsen, fiskasølumaður Ein systir er irriterað inná ein beiggja, tí hann roykir inni hjá mammu teirra. Ein ung genta er kedd, tí pápin bara raðfestir nýggju damuna og teirra barn, og so er ein unnusta sera hørm um, at unnustin dagliga situr frammanfyri skýggjanum. Føroyar hava aftur søkt um at fáa oyggjaleikirnar til Føroya. Umsókn er send inn til bæði 2023 og 2025, men forsetin í ÍSF væntar, at tað er meiri sannlíkt at fáa leikirnar í 2025, tí Orkneyoyggjarnar hava eisini biðið um leikirnar í 2023. Kringvarpið sendir alla vikuna frá Oyggjaleikunum. Allar gerandisdagarnar í komandi viku verða Oyggjaleikatíðindi eftir høvuðstíðindini í útvarpinum á middegi og týskvøldið og fríggjakvøldið eftir dag og viku verður sending frá leikunum í sjónvarpinum. Meira enn 300 føroyingar eru farnir til Gotlands í sambandi við Oyggjaleikirnar. Ein, sum er við, er løgmaður, Aksel V. Johannesen, løgmaður, sum er við fyri fyrstu ferð. Umframt nakrar almennar uppgávur fer løgmaður fyrst og fremst at stuðla ítróttarfólkunum á leikunum. Endamálið við ferðini er fyrst og fremst at stuðla Signhild og hinum svimjarunum, men umvegis google hevur Alexandra eisini funnið útav, at handilslívið í Gotlandi kann fara avstað við eitt sindur av tíðini. Signhild Joensen er tilmeldað í fimm kappingum umframt liðkappingunum. Hon og restin av svimjilandsliðnum byrja sínar kappingar mándagin. Tað sigur náttúru og umhvørvismálaráðið í Grønlandi, sum saman við danska jarðfrøðisstovninum GEUS stendur fyri kanningunum av fjallasíðunum í økinum. Spreingingar fara at hava við sær ein ókendan og óforútsigiligan vanda fyri at ávirka onnur veik øki í fjallinum ella skapa nýggjar veikleikar, skrivar ráðið í eini fráboðan. Serfrøðingarnir óttast fyri, at spreingingin elvir til nýggj óstøðug øki í fjallinum, sum kunnu flyta seg í fleiri ár eftir kontrolleraðu spreingingina. Við hesum kann ein spreinging gera støðuna verri heldur enn at bøta um stabilitetin í fjallinum, sigur náttúru og umhvørvismálaráðið. Í øðrum londum hava tey royndir við ávaringarskipanum. Millum annað arbeiða vit við einari sms ávaringarskipan, og vit vóna at kunna siga meira um tað næstu dagarnar, sigur Tine Pars, deildarstjóri í heilsumálaráðnum og limur í tilbúgvingarnevndini. Tað var seinasta vikuskifti, at eitt omanlop í Uumanaq fjørðinum elvdi til eina flóðaldu, sum skolaði inn yvir nakrar bygdir í økinum. Fýra fólk eru ikki afturíafturkomin, og myndugleikarnir boðaðu frá í vikuni, at tey helst eru deyð. Hini fólkini úr bygdunum eru flutt burtur til tryggari øki. Sjóverjuskipið Vædderen hevur eftirlit við fjallinum, sum stendur til at leypa, og hendir nøkur rørsla har, verður fráboðað beinanvegin. Myndugleikarnir vilja hava størri vissu um stabilitetin í fjallinum, áðrenn fólk sleppa heimaftur. Nakrar bygdir verða tó mettar at vera vandaleysar at vera í, boðaði polittið frá í tíðindaskrivi í gjárkvøldið. Men í trimum bygdum sleppa fólk ikki heim aftur enn. Tað er leygardagur í dag. Vikuskifti. Og hjá nógvum verður tað helst ein góður døgurði í kvøld og fyri at skapa eyka hugna at tendra nøkur kertiljós. Men nú kemur ein ordans ljósasløkkjari. Tí tú eigur kanska at lata vera við at tendra kertiljósini. Tí roykur frá kertiljósum kann vera eins vandamikil og roykur frá diesel olju. Tað vísa kanningar hjá donskum granskarum, sum hava kannað, hvørja ávirkan roykur frá ávikavist kertiljósum og diesel hava á mýs. Tað skrivar videnskab.dk. Kanningarnar vísa, at bitlar frá stearini hava lyndi til at elva til bruna í lungunum og skaðar kyknurnar á mýsnum. Hetta elvir til størri skaðar enn diesel bitlar frá tungum, stórum maskinum so sum truckum og 25 ára gomlum bilum, sum granskararnir hava samanborið við. Tað tykist sum at stearinbitlar eru í øllum førum eins ringir ella kanska enn verri enn dieselbitlar, sigur Peter Møller, professari á stovninum fyri fólkaheilsu vísund við lærda háskúlan í Keypmannahavn, sum hevur verið við til at gera kanningarnar. Hetta er fyrstu ferð, at granskarar hava sammett stearin bitlar við bitlar frá diesel. Nú eru royndirnar higartil bert gjørdar á mýs, men vísa kanningar sama úrslit fyri menniskju, so kann tað merkja, at stearinljós gera astma sjúkur verri, elva til bronkitis ella í ringasta føri elva til lungnakrabba ella økja vandan fyri hjartasjúkum. Eisini aðrar kanningar hava víst, at kertiljós og roykur frá brenniovnum kann hava neiliga ávirkan á heilsuna hjá fólki. Ráðini frá granskarunum eru, at fólk eiga at minka nýtsluna av kertiljósum. Kertiljós eru vanliga gjørd úr paraffin ella stearini. Men nøkur eru eisini gjørd úr bivoks, soja og plantuolju. Danska umhvørvisstýrið sigur, at tað er ikki so týdningarmikið, hvat ljósið er gjørt av. Tað avgerandi er, at ljósið brennur gott og ikki sótar. Seinastu árini hava føroyingar havt møguleika at innflyta kjøt til Íslands, treytað av, at teir hava søkt og fingið loyvi frá íslendsku myndugleikunum, og at tey hava heilsuváttan frá føroysku myndugleikunum, sum staðfestir, at sjúka ikki er í økinum, sum seyðurin er frá. Íslendsku myndugleikarnir hava frá 14. juni 2017, broytt reglurnar soleiðis, at tað ikki longur er neyðugt við heilsuváttan frá føroyskum embætisdjóralækna. Lagið var líka gott sum veðrið, og føroysku íðkararnir settu sín dám á skrúðgonguna, tá umboðini frá øllum oyggjunum gingu frá Østerport til Strandg rdet, har oyggjaleikirnir vórðu settir. Absalon Hansen, sum hevur verið við á flestøllum leikum síðan byrjanina í 1985, bar Merkið. Beint aftanfyri hann gekk yngsti luttakarin hesaferð, 13 ára gamla Rebekka Ingadóttir Rein, sum bar føroyska vatnið til hátíðarhaldið, har vatn úr øllum oyggjunum varð samanrunnið. Í morgin skulu fyrstu føroysku íðkararnir í eldin, eitt nú skulu landsliðini í bæði flogbólti og kurvabólti spæla sínar fyrstu dystir, og harumframt er eisini bogaskjóting, skjóting, triathlon og frælsur ítróttur á skránni. Kurvabóltslandsliðið og flogbóltslandsliðið spæla sínar fyrstu dystir í kappingini, liðkappingar eru á skránni í fleiri ítróttagreinum, og so skulu fleiri einstakir íðkarar eisini í eldin í dag. Á heimasíðuni hjá oyggjaleikunum sæst yvirlit yvir føroysku luttøkuna hvønn dag á leikunum, og í dag skulu føroyingar kappast í hesum ítróttagreinum Atfinningarnar eru í einum skrivi, sum Næraberg sendi Vørn í gjár. Í skrivinum vísir advokaturin hjá Nærabergi á, at grovir og týðandi málsviðgerðarfeilir eru gjørdir, og tí er málið eisini kært til Løgtingsins umboðsmann. Advokaturin vísir á, at í fyrra skrivinum frá Vørn tann 9. juni er ongin grundgeving fyri niðurstøðuni um, at loyvini skulu takast aftur. Við at biða um innlit í málið fæst at vita, at tað er ein niðurstøða hjá løgtingsins Umboðsmanni frá desember 2014, sum avgerðin hjá Fiskimálaráðnum er grundað á. Felagið er ikki samt í niðurstøðuni hjá Umboðsmanninum, at veiðiorkan hevur týdning, tí nøgdin av svartkjafti er avmarkað sum felagskvota, og tí hevur veiðiorkan hjá einum skipi ongan týdning. Allir partar høvdu áhuga í, at kvotan varð fiskað av føroyskum skipum, og tað tænti eisini kvotuásetingunum fyri framtíðina, at at øll kvotan varð uppfiskað, áðrenn verttíðin var liðug. Partafelagið Næraberg vísir eisini í skrivinum á, at avgerðin hjá Vørn kemur sum skot frá byrsumúla tann 9. juni í ár. Felagið hevur innrættað seg eftir fult lógligari flyting av veiðiloyvunum, millum annað eru skipini gjørd út og manning útvegað. Um Vørn og Fiskimálaráðið halda fast við avgerðina um at ógilda flytingina av veiðiloyvunum, fer hetta at hava við sær fíggjarligan miss fyri reiðaríið. Og reiðaríið tekur tí fyrivarni fyri at gera endurgjaldskrav galdandi. Arbeiðið er mett at kosta góðar 24 milliónir krónur. Arbeiðið byrjar beint eftir summarfrítíðina, sæst á heimasíðuni hjá Vestmanna kommunu. Meðan USA hevur tikið seg úr umhvørvissáttamálanum, París sáttmálin, hevur franski forsetin Emmanuel Macron gjørt greitt, at hann vil hava Frakland á eina aðra kós enn USA Franski forsetin hevur eitt nú tikið slagorðið í valstríðnum hjá Donald Trump, Make America great again , og broytt tað til Make our planet great again . Har segði franski forsetin millum annað, at hann vil ganga á odda fyri einari nýggjari, grønari bylgju, ikki einans í Fraklandi, men í øllum heiminum. Hetta var orsøkin til, at hann hevði skipað fyri altjóða ráðstevnuni, soleiðis at leiðandi granskarar innan veðurlagsbroytingar og fleiri av heimsins leiðandi persónum kunna hittast. Vanliga er kappingin soleiðis, at íðkararnir svimja 1.500 metrar, súkkla 40 kilometrar og renna 10 kilometrar. Men í dag var neyðugt at stytta svimjiteinin niður í 400 metrar vegna vind og aldur. Karina Ottosen var fimti íðkari upp úr sjónum, men tá súkklingin var liðug, lá hon bert ein góðan hálvan minutt aftan fyri triatletin úr Jersey á fyrsta plássi. Hendan støðan helt sær, og tá teir 10 kilometrarnir vóru runnir, kom Jersey fyrst á mál, og síðani Karina Ottosen á øðrum plássi. Og fyrsta føroyska heiðursmerkið á hesum leikunum var veruleiki. Tá triathlon kappingin var av, varð eisini greitt, at Føroyar vunnu eisini silvur í liðkappingini hjá kvinnum í triathlon, tí samlaða avrikið hjá Karinu Ottosen og Onnu Lisu Møss rakk til eitt annað pláss í triathlon. Eldurin kyknaði í nátt, og hevur fyrrapartin spjatt seg til eitt nóg størri økið. Talan um eitt stórt umráðið kring Donana, sum er á listanum hjá Unesco yvir friðað øki, tí hótt og sjáldsom djórasløg livað har. Økið er eisini væl umtókt av ferðafólki, og eru tað vanliga nógv, ið búgva í tjaldi og kampingvognum í økrinum.Umleið 1500 fólk eru flutt burtur frá økinum. Umboð fyri starvsnevndina hjá Ítróttasamband Føroya hava í dag verið á fundi við nevndina hjá International Island Games Association IIGA . Á fundinum bleiv umrøtt at fáa Oyggjaleikirnar aftur til Føroyar. Talan var um ein jaligan fund, har báðir partar fingu greitt frá sínum sjónarmiðum. Umboðini fyri ÍSF greiddu frá, at Føroyar eru klárar at skipa fyri Oyggjaleikunum, ongantíð ov skjótt, og hevur hetta fullan stuðul frá ítróttini og politiska myndugleikanum í Føroyum. Nevndin í IIGA gjørdi greitt, at Oyggjaleikirnir í 2023 verða í Orkney, um einki óvæntað hendir. Á fundinum upplýsti nevndin í IIGA eisini, at fundir hava verið við Ynis Mon um Oyggjaleikirnar í 2025 og Isle of Man í 2027. IIGA vísti á, at einki boð enn er uppá Oyggjaleikirnir í 2029. Umboðini hjá ÍSF gjørdu greitt, at vit fegin vilja skipa fyri leikunum í 2029, og um so er at samráðingarnar við Ynis Mon og Isle of Man ikki bera á mál, eru Føroyar klárar at skipa fyri leikunum í 2025 ella 2027. Tað eru 12 ár, inntil Føroyar aftur kunnu hýsa Oyggjaleikunum. Tað fekk Ítróttarsamband Føroya at vita á fundi við oyggjaleikanevndina, IIGA, í dag. Føroyar hava annars sent umsókn inn til bæði 2023 og 2025, men aðrar oyggjar vilja eisini hýsa leikunum hesi árini. Harumframt er Isle of Man eisini áhugað í at fáa leikirnar í 2027. Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í ÍSF, sigur, at skuldi onkur oyggj lopið frá, standa Føroyar tilreiðar at taka leikirnar. Og hon leggur afturat, at Føroyar sjálvar hava skyldina av, at vit nú standa í hesi støðu. Bogaskjúttarnir, svimjararnir, súkklararnir og fimleikararnir hava higartil hildið seg til venjing og áskoðaraplássini í Gotlandi. Í dag sleppa tey endiliga í gongd við sínar kappingar. Badminton Liðkappingin heldur fram í dag. Í gjár tryggjaðu Føroyar sær pláss í hálvfinaluni, sum byrjar kl.10. Hálvfinalan er móti Guernsey, og vinna føroyingar hana, sleppa tey í finaluna, sum byrjar kl.16 Meðan kurvabóltur enn er nýggj ítróttargrein hjá føroyingum í landsliðs og oyggjaleikahøpi, so hava Gotlendingar stoltar siðvenjur. Kurvabóltur er stór ítróttargrein í Gotlandi, og serliga kvinnurnar hava klárað seg væl. Felagið úr Visby bleiv svenskur meistari í 2005. Sum heild meta fiskimenn, at fiskurin er feitur, fiskastovnarnir eru betur fyri nú, og tilgongdin er hampilig ella góð. Fiskidaganevndin er nevndin hjá teimum, sum arbeiða í fiskivinnuni. Tilmælið hjá nevndini til landsstýrismannin í fiskivinnumálum byggir millum annað á samrøður við fiskimenn, sum nevndin ger hvørt ár. Sum heild lata fiskimenn væl at í ár. Fiskidaganevndin vísir eisini á, at seinastu 20 árini er fiskidagatalið skorið úr 49.585 døgum í 1997 niður í 20.660 dagar fiskiárið 2016 17. Skerjingin er stívliga 58 prosent. Tað fekk P f Næraberg at vita frá Vørn 9.juni. Vørn fekk boð frá Fiskimálaráðnum um at taka loyvini frá Nærabergi og Slættabergi. Men í ætlanarskrivi, sum varð sent felagnum 16.juni, verða loyvini flutt 7.juli á middegi. P f Næraberg hevur kært avgerðina hjá Fiskimálaráðnum um at ógilda veiðiloyvini hjá Nærabergi og Slættabergi til Løgtingsins umboðsmann og útilokar ikki, at farið verður í rættin við málinum. Felagið sigur, at nógvir skeivleikar eru í málsviðgerðini hjá fiskiveiðimyndugleikanum. Felagið kann á ongan hátt góðtaka avgerðina at taka aftur veiðiloyvini frá Nærabergi og Slættabergi. Skipini fiska ikki í løtuni. Næraberg liggur í Kollafirði og Slættaberg í Klaksvík. Skráin, pallurin, framførslurnar og staðið riggaðu sera væl, sigur Ditte Mathilda Joensen, sum rósar árligu konsertini, Voxbotn, upp um skýggini. At vera væl fyrireikaður hvønn dag og arbeiða hart, eru ráðini frá Heidi Wolles Ljósheim, sum er pisan við hægsta meðal talinum í Hoydølum í ár Samstundis sum fiskidagtalið er minkað næstan 60 prosent seinastu 20 árini eru fiskiloyvini eisini 60 prosent færri nú, enn fyri bara tíggju árum síðani. Fiskiárið 2006 2007 vóru fiskiloyvini 247. 29.000 færri fiskidagar eru nú enn teir vóru fyri 20 árum síðani. Fiskidaganevndin vísir harafturat á, at stór øki á landgrunninum eru friðað. Friðaðu leiðirnar eru øktar úr 10 prosentum av landgrunninum í 1990 til 37,5 prosent í 1994 og yvir 50 prosent í 2016, hevur Fiskidaganevndin roknað út. Føroya Banki hevur verið friðaður fyri allari veiðu síðani 2008, tá nakrir fiskidagar hjá útróðrarbátum um summarið eru undantiknir. Kortini vísa yvirlitstrolingar ikki stórvegis framgongd. Sostatt kann staðfestast, sigur Fiskidaganevndin, at tað at friða øki í sjálvum sær ikki gevur nakað úrslit. Nevndin mælir til at brúka 100 fiskidagar til royndarfiskiskap á Føroya Banka við vinnuliga riknum fiskiførum, sum brúka ymiskan reiðskap. Fiskdaganevndin mælir eisini til at kanna nærri vistfrøðiskipanina á Føroya Banka. Nevndin sigur seg annars vera vísa í, at fiskidagaskipanin ávirkar ikki botnfiskastovnarnar skeiva vegin. Tá bleiv hon so góð við Føroyar og føroyingar, at hon hevur biðið lovað sær at ansa eftir føroyingunum, sum taka lut í leikunum hesaferð. Hóast Mia kennir nógvar føroyingar og enntá eigur føroyskar smykkur, so hevur hon ongantíð enn vitjað í Føroyum. Men vónandi verður høvi til tað í nærmastu framtíð, sigur hon. Situr tú í koyristóli og skalt ein túr við bygdaleiðum, hevur tú ikki møguleika at sleppa við, uttan tú verður lyftur og borin umborð. Tað sama er galdandi fyri fleiri av skipunum hjá strandferðsluni, siga tær báðar, Tóra við Keldu og Ása Olsen, ávíkavist forkvinna og dagligur leiðari í Meginfelag teirra ið bera brek. Serliga eru tað tey, sum skipa fyri summarstevnum og ítróttartiltøkum, sum eru farin at gera atkomumøguleikarnar betri hjá teimum, sum bera brek. Tó er nakað, áðrenn málið er rokkið, siga Tóra við Keldu og Ása Olsen. Málráðið skal røkja, menna og verja føroyska málið, vegleiða, ráðgeva og gera niðurstøður í málspurningum, og at áseta føroyska stavseting, stendur í løgtingslógini um málráð. Cellplast verður ikki nýtt sum byggitilfar í Føroyum. Í øllum førum kennir Landsverk ikki til at tað hevur verið nýtt, og hjá Bygma Balslev siga tey seg heldur ikki kenna til tilfarið. Háhúsini sum brendu í grund í London herfyri, vórðu bjálvað við cellplast, sum er sera eldfimt. Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki sigur, at brunalógin forðar fyri, at slík bjálving verður nýtt. Eftir hendingina í London, er Landsverk farið at kanna málið, men tey kenna einki til at cellplast verður nýtt sum bjálving, sigur Ewald Kjølbro. Tað einasta, sum cellplast kann hugsast at vera í, er í garasjuhurðum, verður upplýst hjá Bygma Balslev. Bygma Balslev er í ferð við at kanna, hvat tilfar talan er um, tí eingin áhugi er fyri at selja slíkt tilfar, sum vandi kann standast av. Tað sum verður nýtt til at bjálva við í Føroyum, er steinull og glasull, sum er trygg bjálving, tí eldur kemur ikki í ullina, og heldur ikki kemur nakar vandamikil roykur frá ullini, um eldur kemur í. Ullin brennur ikki, men hon bráðnar tá hitin kemur upp í 1400 stig. Háhúsini sum herfyri brendu í grund í London, vórðu bjálvað og klødd við cellplast. Talan var um klæðing av aluminium við cellplast sum bjálving í miðjuni. Svenska Kringvarpið, SVT, hevur gjørt nógv burturúr hendingini, og hevur millum annað víst á fleiri eldar í bygningum í Svøríki, sum vórðu klæddir við cellplast. Víst verður á, at cellplast er trygt sum bjálving, um tað verður rætt nýtt, og tá er kravið, at cellplastið verður fjalt av betongi, ella at pussað verður uttaná. Í Svøríki er cellplast nógv nýtt seinastu árini, og SVT, vísir á, at hús í tíggjutúsundatali í Svøríki, eru bjálvað við cellplast, og at fleiri stórir eldsbrunar, seinastu árini, kunnu tengjast saman við bjálvingina, upplýsir SVT. Tað sum er neyðugt, er, at celloplast bjálvingin verður nýtt á rættan hátt, og tí er neyðugt at allir bygningar verða góðkendir av einum triðjaparti, sum skal syrgja fyri, at arbeiðið er gjørt á rættan hátt, sigur ein brunaserfrøðingur við svenska sjónvarpið. Í Frankfurt í Týsklandi kom eldur í eini háhús í 2012, sum vóru bjálvað við cellplast. Tá fóru myndugleikarnir undir at kanna viðurskiftini, og hóast listin ikki er endaligur, so siga myndugleikarnir seg kunna prógva, at 100 eldar frá 2001 til 2017 kunnu knýtast at celloplasti. Í Svøríki verður mælt til at bjálva við steinull ella glasull, sum eisini verður gjørt í Føroyum. Tí tað verður mett at vera tryggasta bjálvingin. Í Týsklandi sigur brunastjórin í Berlin, at tíðin er komin til at seta forboð fyri allari bjálving, sum kann brenna. Í Týsklandi er bjálving sum cellplast ikki loyvd í bygningum sum eru hægri enn 22 metrar, tí so høgt røkka stigarnir hjá sløkkiliðunum. Svimjikappingarnar á oyggjaleikunum eru í dag, morgin, miku og hósdagin. Allar dagar ber til at fylgja kappingunum á kvf.fo frá klokkan 17.00 føroyska tíð. Suvereni súkklarin Torkil Weyhe hevur vart sítt gull í tíðarkoyring við man r. Tíðin hjá honum var 46.06.61, og var Torkil 1 minutt og 53 sekund framman fyri nr 2, sum var Jack Rebours úr Jersey. Starvið sum skúlastjóri í Skúlanum á Fløtum er tí lýst leyst av nýggjum. Upprunaliga umsóknarfreistin var úti mánadagin í síðstu viku, og tá ið avtornaði, komu 10 umsóknir inn. Í starvslýsingini stendur, at hevur tú hugsjónir um skúlamenning og áhuga og hegni at átaka tær leiðslustarv í føroyska fólkaskúlanum, so hevur tú møguleika at søkja starvið sum skúlastjóri í Skúlanum á Fløtum. Skúlin á Fløtum fatar um samanløgdu skúlarnar Tórshavnar kommunuskúla og Venjingarskúlan, sum vórðu lagdir saman 1. januar 2015. Evsta mark, at søkja starvið, er 5. juli. Fyri at forða fyri, at rotta kemur í tær oyggjar, har eingin rotta er, stendur í uppskotinum, at vøra og farmur, sum skal sendast til rottufría oyggj, skal vera nýpakkað og má ikki goymast úti. So stendur eisini, at avskiparin skal skrivliga leggja váttan við, at vøran er eftirkannað fyri rottu síðstu tveir tímarnar undan avskipan. Tað er hetta, sum Vinnuhúsið vil hava strikað. Vinnuhúsið sigur, at flestu førum verða sendingar gjørdar til reiðar í góðari tíð á rottufríum goymslum. Summar fyritøkur hava eitt ótal av sendingum hvønn dag. Skal ásetingin í kunngerðini um skrivliga váttan og tveir tímar haldast, fer umsitingarliga byrðan at vaksa bæði í tíð og pengum.Og so verður dýrari at flyta vøru og farm til rottufríu oyggjarnar. Tær eru sjey í tali. Føroysku fimleikararnir vunnu tilsamans níggju heiðursmerki fyrsta kappingardagin, og longu nú hava tey øll verið á heiðursmerkjaskamlinum. Heiðursmerkini skolaðu yvir føroysku fimleikararnar, sum vunnu trý gull, trý silvur og trý bronsuheiðursmerki fyrsta kappingardagin. Menninir vunnu tilsamans átta av teimum níggju heiðursmerkjunum, men størstu lógvabrestirnar fingu kvinnurnar, sum vunnu bronsu í liðkappingini í gólvi og lopi. Fimm av teimum níggju heiðursmerkjunum hingu um hálsin á Aron Jacobsen, sum vann gull í paralellari barr og liðkappingini hjá monnum, silvur í beinsveiggj og rekk og bronsu á gólvinum. Heiðursmerkir í dag Gull Anja Eydnudóttir Compound Gull Oddmar Nielsen Recurve Gull Liðkapping Compound Bronsa Absalon Hansen Recurve Bronsa Liðkapping Recurve Bronsa Jógvan Niclasen Compound Marna Egholm var fremst størsta partin av teininum, men hon slapp ongantíð av við Louise Perrio av Guernsey, sum streyk avstað við gullinum beint frammanfyri málstrikuna. Úrslitið í 10.000 metra renning hjá kvinnum 1 Louise Perrio Guernsey 36.26.66 2 Marna Egholm Føroyar 36.30.99 3 Hannah Howard Isle of Man 36.52.79 Í fimleikahøllini vildi gleðin ongan enda taka, tá ið føroyingar vóru á heiðursmerkjaskamlinum tilsamans níggju ferðir. Samanlagt bleiv tað til trý gull, trý silvur og trý bronsuheiðursmerki í fimleiki á teirra fyrsta kappingardegi. Menninir vunnu gull og kvinnurnar bronsu í liðkappingunum í gólvi og lopi. Hetta merkir samstundis, at allir føroysku fimleikararnir hava í minsta lagi eitt heiðursmerki við sær heim úr Gotlandi. Sjónvarpsinnslag um heiðursmerkjaregnið yvir fimleikararnar sæst her . Dagurin hjá bogaskjúttunum gjørdist eisini góður, tá ið Anja Eydnudóttir, Oddmar Nielsen og compound liðið vunnu gull. Harumframt fingu Jógvan Niclasen og Absalon Hansen bronsu í ávíkavist compound og recurve, og tað sama gjørdi recurve liðið, soleiðis at bogaskjúttarnir tilsamans vunnu seks heiðursmerki. Anja Eydnudóttir var fyrst at tryggja sær gull í kappingini hjá bogaskjúttunum í dag. Í svimjihøllini varð føroyski tjóðsangurin sungin fýra ferðir upp í slag, tá ið Jana Bjartalíð Thomsen, Sára Nysted og Óli Mortensen vunnu síni tilsamans fýra gullheiðursmerki í ávíkavist 100m firvald, 400m blandað og 200m firvald og 1500m frísvimjing. Føroysku svimjararnir hava altíð staðið seg væl á oyggjaleikunum og hesaferð er einki undantak. Tilsamans vunnu føroysku svimjararnir 11 heiðursmerki fyrsta finalukvøldið. Eins og fimleikararnir kunnu svimjararnir eisini fegnast um, at allir svimjararnir í hópinum hava í minsta lagi eitt heiðursmerki við sær heim aftur av leikunum. Torkil Weyhe var suverent skjótasti súkklari í tíðarkoyringini í dag. Hann vardi gullmerkið so dyggiliga og skavaði enntá knappar tveir minuttir av síni egnu vinnaratíð frá leikunum á Jersey í 2015. Harumframt fingu føroysku súkklararnir bronsu í liðkappingini í tíðarkoyring. Á rennibreytini sá Marna Egholm leingi út til at vinna gull í 10.00 metra renning, men beint frammanfyri málstrikuna fór Louise Perrio av Guernsey avstað við fyrstaplássinum, og harvið gjørdist Marna silvurvinnari við tíðini 36.30.99. Spennandi endaspurturin millum Marnu og vinnaran av Guernsey sæst her. Føroysku heiðursmerkini eru býtt soleiðis millum ítróttagreinarnar Ítróttagrein Gull Silvur Bronsa Tilsamans Svimjing 4 3 4 11 Fimleikur 3 3 3 9 Bogaskjóting 3 0 3 6 Súkkling 1 0 1 2 Frælsur ítróttur 0 1 0 1 Traithlon 0 1 0 1 Vónirnar vóru stórar til Torkil Veyhe undan tíðarkoyringini í dag. Hann er okkara besti súkklari, og hann vann eisini gull á oyggjaleikunum í 2015. Men uppgávan var ikki bara sum at siga tað hesaferð, tí minni enn eitt samdøgur undan tíðarkoyringini í Gotlandi, hevði Torkil kappast í danmarkarmeistarakapping. Torkil lat tó ongan iva vera um, hvør var bestur. Hann kom mál við tíðini 46.06.61, sum var næstan tveir minuttir skjótari enn Jack Rebours úr Jersey, sum kom á mál á øðrum plássi við tíðini 47.59.57. Kunngerðin álegði øllum kommunum at verða lidnar innan 2015. Kommunurnar, ið hava fingið spillivatnsviðurskiftini upp á pláss, eru Eiðis, Skálavíkar, Fámjins, Hovs og Sumbiar kommunur. Sambært upplýsingum hjá Umhvørvisstovuni verða fýra kommunur afturat lidnar í 2017. Í 2020 verður talið komið upp á umleið 18 kommunur, ið eru lidnar. Í 2025 24 kommunur, og tær síðstu fimm væntast at verða lidnar innan ella í 2030. Størsta kommunan í landinum, Tórshavnar kommuna, er millum tær kommunur, sum ikki verður liðug innan ella í 2030. Tað er púra óneyðugt, at grótið frá Eysturoyartunnlinum endar í fjørðuni á Sundi. Runavíkar kommuna hevur tvær ferðir sagt seg vera til reiðar at taka ímóti tí gróti, sum kemur út á Streymoyarlandinum, men Tórshavnar kommuna kom ímillum, sigur Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík. Onnur hava eisini havt áhuga fyri grótinum, sum nú endar á Sundi. Páll Djóni á Steinum, bóndi, sigur, at hann gjørdi vart við sín áhuga fyri grótinum, sum hann ætlaði at brúka í samband við uppdyrking í Havnardali. Floksmenninir, Høgni Nev, Rógvi Skel, Hálvdan Úlvsson og Sjúrður við Gellingará, fýra mans, sum vildu leggja Føroyar undir seg, men ístaðin vórðu tiknir av døgum. Teir vóru stoyttir oman av Valaknúkum. Hetta er ein av søgunum, sum verður søgd í Hattarvík leygardagin 8. juli, tá skipað verður fyri Floksmannadegi í Hattarvík. Gingið verður niðan á Knúk og síðani allan vegin fram við eggini. Hugt verður omanyvir Bispin, ella Stapan, og niður í Leypurskorð, har bert tann eini veðrurin heldur til. Síðan verður gingið oman ígjøgnum Líðina og inn í Uppistovugarðin. Hesin túrur tekur umleið 3 tímar, har ferðaleiðarar og hjálparfólk eru við og greitt verður frá ymiskum søguligum á vegnum. Fólkini, sum eru við á túrinum, eru eisini við til at grava máltíðina upp og borðreiða. Afturvið verða føroyskt framleiddir snapsir og serlig bryggja Floksmannabjór. Gamli kirkjugarður í Havn hýsir einum havi av spennandi søgum um kendar og ókendar persónar, ið onkursvegna hava gjørt vart við seg, ella sum hava fingið eina serliga lagnu. Bæði góðar og minni góðar. Fleiri av hesum persónum ella familjum hava sett týðilig spor í Føroya søgu upp ígjøgnum 18. 19. og 20. øld. Ein teirra hevur enn tá skrivað seg inn í heimssøguna. Í fýra sendingum fer Óli Jacobsen at greiða frá lívinum hjá nógvum av teimum, sum liggja grivin í gamla kirkjugarði. Gamli kirkjugarður í Havn hýsir einum havi av spennandi søgum um kendar og ókendar persónar, ið onkursvegna hava gjørt vart við seg, ella sum hava fingið eina serliga lagnu. Bæði góðar og minni góðar. Fleiri av hesum persónum ella familjum hava sett týðilig spor í Føroya søgu upp ígjøgnum 18. 19. og 20. øld. Ein teirra hevur enn tá skrivað seg inn í heimssøguna. Í fýra sendingum fer Óli Jacobsen at greiða frá lívinum hjá nógvum av teimum, sum liggja grivin í gamla kirkjugarði. Gamli kirkjugarður í Havn hýsir einum havi av spennandi søgum um kendar og ókendar persónar, ið onkursvegna hava gjørt vart við seg, ella sum hava fingið eina serliga lagnu. Bæði góðar og minni góðar. Fleiri av hesum persónum ella familjum hava sett týðilig spor í Føroya søgu upp ígjøgnum 18. 19. og 20. øld. Ein teirra hevur enn tá skrivað seg inn í heimssøguna. Í fýra sendingum fer Óli Jacobsen at greiða frá lívinum hjá nógvum av teimum, sum liggja grivin í gamla kirkjugarði. Ein samrøða við skotsku Sheila Mc Donald og danan Arne Arnskov, ið fluttu til Føroya fyri 46 árum síðani. Arne Arnskov, sum er útbúgvin løgfrøðingur, hevði tá søgt og fingið starv hjá Ríkisumboðnum í Havn. Samrøða við skotsku Sheila Mc Donald og danan Arne Arnskov, ið fluttu til Føroya fyri 46 árum síðani. Arne Arnskov, sum er útbúgvin løgfrøðingur, hevði tá søgt og fingið starv hjá Ríkisumboðnum í Havn. Heilsumálaráðið er framvegis ikki liðugt at viðgera kæruna, sum ljósmøðurnar á Landssjúkrahúsinum sendu Heilsumálaráðnum 15. apríl. Heilsumálaráðið er vanliga í summarfrí frá miðskeiðis í juli og tríggjar vikur fram. Ljósmøðurnar hava kært leiðsluna á Landssjúkrahúsinum til Heilsumálaráðið. Gamli kirkjugarður í Havn hýsir einum havi av spennandi søgum um kendar og ókendar persónar, ið onkursvegna hava gjørt vart við seg, ella sum hava fingið eina serliga lagnu. Bæði góðar og minni góðar. Fleiri av hesum persónum ella familjum hava sett týðilig spor í Føroya søgu upp ígjøgnum 18. 19. og 20. øld. Ein teirra hevur enn tá skrivað seg inn í heimssøguna. Í fýra sendingum fer Óli Jacobsen at greiða frá lívinum hjá nógvum av teimum, sum liggja grivin í gamla kirkjugarði. Hetta er ein samrøða við skotsku Sheila Mc Donald og danan Arne Arnskov, ið fluttu til Føroya fyri 46 árum síðani. Arne Arnskov, sum er útbúgvin løgfrøðingur, hevði tá søgt og fingið starv hjá Ríkisumboðnum í Havn. Ásetingin í uppskotinum um fiskivinnunýskipan, at allur útlendskur ognarskapur í føroysku fiskivinnuni skal burtur innan fýra ár, hevur fingið telefonirnar á Løgmansskrivstovuni at kima. Hollendingar eiga nógv í JFK í Klaksvík og íslendingar í Framherja, og tað, sum ørkymlar útlendsku eigararnar er hendan ásetingin í uppskotinum um fyrisiting av sjófeingi, sum ljóðar soleiðis Feløg og einstaklingar, ið hava rættindi at fiska, skulu vera búsitandi og fult skattskyldug í Føroyum. Ein fýra ára skiftistíð verður ásett fyri útlendskan ognarskap at minkast burtur . Í skjalayvirliti frá Løgmansskrivstovuni sæst, at málið um at fáa útlendingar úr føroysku fiskivinnuni hevur fingið Mark Rutte, forsætisráðharra í Hollandi, og Gudlaug Thór Thórdarson, uttanríkisráðharra í Íslandi, at ressast við. Tað byrjar við, at hollendska Búskaparmálaráðið ringir til løgmann fyrst í hesum mánaðinum. Góða viku seinni skrivar Durita í Grótinum, góðskuleiðari í JFK, til løgmansskrivstovuna. Nú vil hollendski forsætisráðharrin, Mark Rutte, hava prát við løgmann um málið. Hanus Hansen er, umframt at vera stjóri í JFK, eisini hollendskur konsul í Føroyum. Í skjølunum sæst, at telefonfundur hevur verið í síðstu viku millum Aksel V. Johannesen, løgmann, og Mark Rutte, forsætisráðharra. Eisini hevur fundur verið í síðstu viku millum løgmann, Hanus Hansen, reiðara, og hollendsku eigararnar í JFK, Diek Parlevliet og Niek Jan van Kesteren. Íslendski uttanríkisráðharrin hevur eisini verið í sambandi við landsstýrið um ætlanina, at íslendsku eigararnir í Framherja skulu út innan fýra ár frá 1. januar 2018 at rokna. Jógvan Fríðriksson, biskupur, er við at leggja seinastu hond á tænastuboðini til prestarnar, nú broytingarnar í hjúnabandslógini eru lýstar, og koma í gildi leygardagin 1. juli. Biskupur hevur boðað frá, at prestarnir fara at fáa tænastuboð, sum teir skulu halda seg til, eftir at lógin er komin í gildi. Eftir broytingina í hjúnabandslgini, kunnu samkynd verða vígd borgarliga frá 1. juli. Frammanundan hava prestarnir fingið boð frá biskupi um, at teir ikki eiga at lova ov nógv, sum teir ikki kunnu halda, tá lógin er lýst. Jógvan Fríðriksson vil ikki avdúka hvat fer at standa í tænastuboðunum, men hann leggur aftrat, at tey verða almenn tá prestarnir hava fingið boðini. Tað verður áðrenn lógin kemur í gildi leygardagin, sigur hann. Spurningurin er komin upp, tí stýrið fyri Sjómansheimið hevur fingið fyrispurning frá eini fyritøku, sum byggir hotell í grannalagnum í Reykjavík, um sjómansheimið er til sølu. Øll árini síðani virksemið í Ørkini byrjaði fyri 26 árum síðani hevur tað malið runt, men av tí at kømurini einans eru 20 í tali, er einki yvirskot til annað virksemi, og tí er spurningurin, um vit skulu halda fram, sigur Jonhard Joensen, stýrisformaður. Sjómansheimið Ørkin varð tikið í nýtslu fyri 26 árum síðani og krevur viðlíkahald. Haraftrat hevði ein útbygging komið væl við, og nú fyrispurningur er komin frá einum granna, sum vil keypa Sjómansheimið, má støða takast til, hvørjar framtíðarætlanir okkara eru. Málið verður umrøtt, og stýrini fyri Sjómansheimið og Heimamissióninia taka væntandi eina averð í heyst, sigur Jonhard Joensen við útvarpið. Í Gotlandi býr Hanna Elisabeth Pitk nen, sum er úr Fuglafirði. Hon hevur búð í Romakloster, sum liggur nakað uttan fyri Visby, í 27 ár. Orsøkin er, at sjúkrameldingin hjá leiðaranum er longd til í august. Tað váttar Poul Gert Hansen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum, fyri útvarpinum. Tað hevur ikki borið til at fáa orðið á Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, og heldur ikki á fyribilsleiðaran á Sernámi, Magnus Tausen. Fyrst í mai segði landsstýriskvinnan, at tað ikki bar til, at Sernám lá í leiðsluloysi. Støðan gjørdist serlig á Sernámi í vár, tí fyrst fór varaleiðarin, Harriet Hansen, í farloyvi, og síðani var leiðarin, Emmy Joensen, sjúkrameldað. Tí mátti Mentamálaráðið í skundi fáa trý fólk úr ráðnum at standa á odda fyri Sernámi. Magnus Tausen var settur sum leiðari, Frida Poulsen, sum fakligur leiðari og Anna Kass sum fíggjarleiðari. Nú hava tey so fingið boð um at fara undir at fyrireika næsta skúlaár, og tey verða á stovninum til einaferð í august, sum Poul Gert Hansen, aðalstjóri málber seg við útvarpið. Sonnhard Johannesen var ein teirra, sum varð sendur heim, tá ið Høvdavirkið sendi 50 fólk til hús, tí nigerianski marknaðurin sveik. Nú er oljuprísurin komin upp aftur, og fiskahøvdini verða aftur seld til Nigeria. Sonnhard gleðist um, at hann loksins er sloppin aftur til Leirvíkar at arbeiða. Her dámar honum nevniliga væl at vera. Fólkatalið í Sjóvar kommunu eru nú aftur 1.000. Tað hendi leygardagin, tá ein genta varð borin í heim, hvørs foreldur búgva á Strondum, skrivar kommunan á heimasíðuni . Hetta er triðju ferð, at fleiri enn 1.000 fólk búgva í Sjóvar kommunu. Fyrstu ferð var seinast í 80 unum og so aftur fyrst í hesi øldini, tá fólkatalið eitt skifti var komið uppá 1.048. Men so kom vend í, burðartalið fall og fólk fluttu úr bygdunum, og kommunan hevur verið heilt niðri á 932 fólkum, skrivar Sjóvar kommuna. Nevndin hevur fund aftur seinnapartin í morgin, og tá eru landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum saman við fólki frá Vørn og Havstovuni boðsend á fund. Tingfundur er hósdagin. Bjarni Hammer, formaður, sigur, at hann miðar eftir at hava álitið hjá Vinnunevndini klárt til tingfundin hósdagin. Hósdagin er ein mánaður, síðani Vinnunevndin fekk uppskotini hjá samgonguni og sambandsflokkinum um fiskivinnunýskipan og tríggir mánaðir síðani uppskotið hjá Fólkaflokkinum kom í nevndina. Býráðið í Fuglafirði er farið at kanna møguleikarnar fyri at fáa gongd á alternativa bústaðarbygging, tí tørvurin er ovurstórur, sigur Eivin Breiðaskarð, varaborgarstjóri. Fuglafjarðar býráð er farið at kanna, hvat gerast kann fyri at fáa gongd á bústaðarbygging í kommununi, sigur Eivin Breiðaskarð, varaborgarstjóri og formaður í teknisku nevnd. Ein kanning, sum Gallup gjørdi fyri økistænastuna Roðan við Skálafjørðin vísti, at tað er sum Eivind Breiðaskarð sigur at eldri fólk vilja úr sethúsunum, og at ung vilja hava íbúðir. Nærum helvtin av teimum eldru í Sjóvar , Runavíkar og Nes kommunum kundu hugsað sær at sloppið úr sínum sethúsum og flutt til okkurt minni. Talan er um eina hugburðsbroyting, at fólk ikki vilja sita í einum stórum sethúsum restina av lívinum og fleiri íbúðir til eldri hevði gjørt bústaðarmarknaðin liðiligari, sigur Eivin Breiðaskarð. Hvør skal byggja er ikki greitt, men Eivin Breiðaskarð hugsar sær at 15 20 leiguíbúðir verða bygdar í Fuglafjarðar kommunu til ymiskan tørv. Føroyar vunnu á Guernsey í finaluni í blandaðum compound. Tað stóð nógv skjúttunum, tí tað vóru fá stig á muni frá byrjan til enda. Men føroysku skjúttarnir hildu høvdið kalt. Nikkel Petersen skeyt tveir tíggjarar við báðum sínum síðstu pílum, og so var staðfest, at Anja og Nikkel høvdu vunnið gull fyri Føroyar í blandaðum compound Røstu fiskahøvdini eru annars ádur endad sum minkafódur og burturkast. Men í Nigeria hava tey stóran áhuga fyri matvøruni, tí ræsti smakkurin kann brúkast sum kryddarí í einari sterkari súpan. Skipanin ger, at fiskurin fær júst ta nøgdina av fóðri, sum hann skal hava, og hon forðar eisini fyri, at fóður dettur niður á botn. JT Electric hevur umbygt seks farmaskip til fóðurbátar, men enn er tað bara ein, sum nýtir softwareskipaninar hjá bæði JT Electric og Faroe Sea. Góðir møguleikar eru at selja skipanina uttanlands, sigur Rói Kalsø. Heiðursmerkið er væl og virðiliga uppiborið, og tað er úrslit av drúgvum arbeiði og fyrireikingum, sigur Guttorm Sørensen, venjari hjá Rebekku. Føroyar eru framvegis einaráðandi í svimjihøllini, og í kvøld vunnu føroysku svimjararnir níggju heiðursmerki í teimum 11 finalunum. Bogaskjúttarnir fingu eisini eitt gullheiðursmerki afturat í samlingina, tá ið Anja Eydnudóttir og Nikkel Petersen vunnu finaluna í mixed compound móti Guernsey. Anja og Nikkel vunnu finaluna við fimm stigum, 145 140, og tryggjaðu soleiðis bogaskjúttunum fjórða gullheiðursmerkið á hesum leikunum. Eggabba Andreassen, formaður í Bogaskjótisambandinum hevði í veikari løtu undan leikunum lovað at leypa á sjógv, um bogaskjúttarnir megnaðu at vinna fýra gullheiðursmerki. So eftir dagsins úrstøku var ikki annað at gera hjá Eggabba, enn at halda orð. Anja Eydnudóttir hevur sent okkum upptøkur frá stóru løtuni. Rebekka Fuglø fekk somuleiðis metal um hálsin í dag, hon vann nevniliga bronsu í 1500m renning. Tíðin hjá Rebekku var 4 minuttir, 30 sekund og 20 hundraðapartar, og harvið setti hon eisini nýtt føroyskt met. Samanlagt hava Føroyar nú vunnið 41 heiðursmerki ítróttagrein Gull Silvur Bronsa Tilsamans Svimjing 8 7 5 20 Fimleikur 3 3 3 9 Bogaskjóting 4 0 3 7 Súkkling 1 0 1 2 Frælsur ítróttur 0 1 1 2 Traithlon 0 1 0 1 Oyggjaleikirnir 2017 verða í hildnir í Gotlandi í hesum døgum. Vit fylgja føroysku ítróttarfólkunum á leikunum og við innsløgum og samrøðum í tveimum sendingum, vísa vit partar av kappingunum, sum verða avgreiddar í Gotlandi hesa vikuna. Vertur Marin Ejdesgaard. Anja Eydnudóttir og Nikkel Petersen skutu seg allan vegin í finaluna, og tá allarmest stóð á, hildu tey bæði høvdið kalt og vunnu á Guernsey í finaluni. Nýggju kunngerðirnar í Danmark byggja á altjóða reglur í staðin fyri á donsku lógina um sterkstreym. Í Føroyum verður galdandi lóg um sterkstreym galdandi til nýggjar reglur koma her, sigur Elnevndin. Í fjør vóru tvey 18 ára gomul fólk í viðgerð á Blákrossheiminum. Í heyst fer Blákrossheimið undir serskilda rúsviðgerð til ung millum 15 og 18 ár. 14 prosent av teimum 186, sum fingu viðgerð í fjør, vóru bundin av alkoholi, tablettum, hashi og harðari rúsevnum. Næstan eingin í Føroyum misnýtir bara hash og harðari rúsevni. Misnýtslan er altíð blandað við misnýtslu av rúsdrekka. Hetta er eitt serligt føroyskt fyribrigdi, sum ivaleyst stendst av avmarkaðu og óstøðugu atgongdini til rúsevni. Miðalaldurin hjá teimum, sum vóru í viðgerð í fjør, var 48 ár. 13 fólk millum 18 29 ár vóru í viðgerð fyri rúsmisnýtslu á Blákrossheiminum í fjør. 133 innleggingar vóru á Blákrossheiminum í 2016. Av teimum 186, sum fingu viðgerð í fjør, vóru 26 kvinnur, stendur í ársfrágreiðingini hjá Blákrossheiminum. Magni Arge er nú bæði løgtingsmaður og fólkatingsmaður. Men tað er ikki við vælsignilsi frá leiðslu floksins. Hann tók avgerðina einsamallur, segði hann í Degi og viku í gjárkvøldið Tað er ikki lætt at fáa viðmerking frá leiðslu Tjóðveldis um hetta mál, sum eisini verður kallað brotið vallyfti. Formaðurin í landsstjórnini, Petur í Gong, svarar ikki telefonini. Formaður floksins, Høgni Hoydal, vísir til næstforkvinnuna, Sirið Stenberg. Hon er uttanlands í løtuni, men í SMS boðum til Útvarpið í gjár skrivaði hon, at í stuttum er støðan tann, at flokkurin ikki hevur broytt støðu um at vera í Fólkatinginum og Løgtinginum samstundis. Í verandi løtu eru vit í eini óhepnari støðu, tí fólkatingsskipanin ikki loyvir varafólki at fara í farloyvi, og fólkatingið er í summarfríi. Tí ber hvørki til at siga sessin í fólkatinginum frá sær ella at søkja um farloyvi nú, stendur í SMS boðunum frá Sirið Stenberg. Hon skrivar eisini, at flokkurin fer at viðgera og taka støðu til, hvussu hann kann tryggja, at vallyftið verður hildið, nú fortreytirnar eru broyttar. Tað verður gjørt, áðrenn fólkatingið kemur saman aftur, skrivaði Sirið Stenberg, næstforkvinna í Tjóðveldi, í gjár. Tað er niðurstøðan hjá Nasjonalt Institutt for Ernærings og Sjømatforskning, NIFES, sum hevur kannað 13.000 alifiskar fyri at vita, um ólóglig ella óynskt evni vóru í teimum. Fiskeribladet skrivar, at niðurstøðan er tann, at tað er í lagi fyri heilsuna at eta norskan alifisk. Yvir 90 prosent av fiskinum, sum NIFES kannar fyri matvørueftirlitið, er laksur. Kanningarnar vísa, at nógv eiturevni eru minkað seinastu 10 15 árini. Og eingi evni fara upp um mørkini hjá ES. Hetta kemst av, at plantur verða brúktar í fóðrinum í staðin fyri fiskur. Umleið 50 kilometrar sunnan fyri grønlendska høvuðsstaðin Nuuk, liggur Føroyingahavnin. Ella Nordafar, sum staðið eisini verður kallað. Føroyingahavnin byrjaði sítt virksemi í 1927 við at føroyingar byrjaðu at fiska við Grønland. Tað var útróðravirksemi, sum føroyingar høvdu. Teir fóru yvir til Grønlands við útróðrabátum, og fongurin varð lagdur upp í Føroyingahavnini. Føroyingahavnin vaks seg til eina lítla bygd við fabrikk, skrivstovubygningi og serliga einum sjómansheimi, har fólk búðu, sum komu úr føroyum at virka fiskin í eitt langt summar. Umleið 35 bygningar vóru í Føroyingahavnini. Í maimánað fóru umboð fyri Søvn Landsins og Landsverk yvir at vita, hvussu standurin er á bygningunum og hvussu sær út í Føroyingahavnini. Tveir teirra, sum fóru frá Landsverki, Helgi Johannesen, byggifrøðingur og Bárður Dam í Baiansstovu, arkitektur, eru í útvarpsstovuni. Strandferðslan bíðar framvegis eftir nærri boðum frá Skopunar kommunu, sum eigur havnalagið, har básar til bilar, ið bíleggja pláss, skulu gerast. Hilmar Eliasen, stjóri Strandferðsluni, sigur, at tey eru farin at kanna, um ein bíleggingarskipan skipan kundi verið sett í verk á øðrum leiðum, til dømis á Kalsoyarleiðini. Men fyrst skulu fólk á staðnum hoyrast. Landsverk hevur fyrr í ár biðið Skopunar kommunu um loyvi til at avmerkja ein geira á ferjuleguni í Skopun til teir bilar, sum hava bílagt pláss við Teistanum. Men Skopunar kommuna hevur sagt nei. Geirin á ferjuleguni í Skopun skal ikki gerast fyrr enn kommunan fær vissu fyri, at bara helvtin av plássunum á Teistanum verða løgd á bíleggingarskipanina, varð sagt fyrr í ár. Eitt risastórt telduálop spjaðir seg kring allan heim. Talan er um sokallað ransomware , sum eitur Petya, og sum misnýtir eitt hol í Windows skipanini. Ein long røð av fyritøkum hava, sambært Computerworld , boðað frá, at teirra KT skipanir hava fingið skaða. Millum annað eru havnamyndugleikarnir í risastórum havnum sum New York, Rosaria í Argentina og í Rotterdam raktir eins og almennar KT skipanir í Eystureuropa og vinnuskipanir hjá millum annað Mærsk Tankers, russiska oljurisanum Rosneft og mongum øðrum. Russiska trygdarfyritøkan Kaspersky heldur, at eini 2000 fyritøkur og feløg kring allan heim eru rakt av álopinum. Tey flestu raktu eru í Russlandi og Ukraina, har fleiri orkuverk eru steðgað at virka, eins og fleiri bankar eru raktir. Ukrainska Innanríkisráðið sigur, at hetta álopið er tað størsta í landsins søgu, og har siga tey, at endamálið við álopinum er at destabilisera fíggjarstøðuna í landinum. Telduálopið gav eisini eftirlitsskipanini, sum mátar stráling á niðurbrædda kjarnorkuverkinum, Tjernobyl, trupulleikar. Mærsk Tankers er sum nevnt sera illa rakt, og danski vinnumálaráðharrin, Brian Mikkelsen sigur við DR, at álopið er serstakliga álvarsligt. Eg haldi næstan, at hetta er fíggjarligur yvirgangur, tí hetta kann lemja vælvirkandi fyritøkur og kosta mong arbeiðspláss, fáa vit ikki bilbukt við tað, sigur hann. Fleiri fyritøkur í Danmark eru raktar. Sambært Bjarna Fríberg, sum starvast hjá KT landsins, hava vit eina serliga verju í føroyska málinum, í og við, at vit natúrliga eru varin, um vit fáa teldupostar á enskum ella øðrum máli. All around er kapping, har fimleikarin ger øll seks amboðini, og eftir dagsins kapping hjá monnunum er tað greitt, at Aron Jacobsen hevur vunnið silvur. Kappingin í dag var eisini einstaklinga kappingin í amboðsfimleiki, og eftir at allir mans høvdu verið á gólvinum, var greitt, at Føroyar hava heili 11 finalistar í finalunum fríggjadagin. Aron Jacobsen er komin í finaluna í øllum amboðunum uttan gólv. AMBOÐ FIMLEIKARI Gólv Aron Jacobsen og Bogi Berg Lop Christopher Klevang og Bogi Berg Rekk Aron Jacobsen og Hjálmar Allanson Dalsgarð Paralell barr Aron Jacobsen og Christopher Klevang Ringar Aron Jacobsen og Bogi Berg Beinsveiggj Aron Jacobsen Absalon Hansen vann silvur í recurve, meðan Nikkel Petersen og Oddmar Nielsen hava vunnið bronsu. Nikkel í compound og Oddmar í recurve. Tað eru serliga fólk í teimum lægru lønarbólkunum, sum arbeiða niðursetta tíð. Tað skrivar Starvsmannafelagið á heimasíðuni, starvsmannafelag.fo Tølini yvir limir í Starvsmannafelagnum, sum starvast hjá landsins stovnum, vísa, at tað eru serliga tey, sum eru lønt í lægru lønarbólkunum, tað vil siga, bólki 1, 2 og 3, sum arbeiða niðursetta tíð. Í lønarbólki 1, har mánaðarlønin er millum 19 og 23.000 krónur, eru góð 60 prosent, sum arbeiða niðursetta tíð, í lønarbólki 2 eru 45 prosent, í lønarbólki 3 er talið 35 prosent og í lønarbólki 4 eru tey 39 prosent. Tað er niðurstøðan hjá Løgtingsins Umboðsmanni , til eina kæru frá Lærarafelagnum. Umboðsmaðurin metti, at skúlastjórin ikki hevði úttalað seg sum privatpersónur í málinum. Boðini frá Mentamálaráðnum skuldu tí ikki viðgerast sum ein spurningur um brot á talufrælsi hjá almennum settum starvsfólki, men sum ein spurningur, um múlabandið frá Mentamálaráðnum vóru innan fyri ella uttan fyri karmarnar av leiðslurættinum. Um avgerðin varð tikin við atliti at vanligum fyrisitingarligum grundreglum. Umboðsmaðurin er komin til ta niðurstøðu, at boðini frá Mentamálaráðnum ikki vóru saklig og ikki stóðu mát við ítøkiligu støðuna í málinum. Hóast føroysku skeetskjúttarnir vaknaðu við kaldan dreym í morgun, tí kappingin var byrjað tríggjar tímar fyrr, enn teir høvdu fingið at vita, megnaðu teir at vinna liðkappingina frammanfyri Cayman Islands og Gotland, sum blivu nummar tvey og trý. Tórur Fløtt hevði hægsta stigatal í kappingini, og Sámal Debes var einasti skjútti, sum í einum umfari rakti allar dúgvurnar, so teir kunnu báðir gera seg galdandi í einstaklingakappingini eisini. Dagurin í dag bjóðaði gott veður og xx føroysk heiðursmerki, og harvið eru Føroyar framvegis við í oddastríðnum á samlaða heiðursmerkjayvirlitinum. Pílarnir halda fram at peika rætta vegin hjá bogaskjúttunum, sum í dag vunnu fimm heiðursmerki afturat. Anja Eydnudóttir vann dramatisku finaluna í compoundkappingini hjá kvinnum og Albert Dam vann somuleiðis gull í compound. Í somu kapping gjørdist Nikkel Petersen nummar trý og fekk sostatt bronsu. Í skjóting. Tilsamans bleiv tað í dag til tvey gull, eitt silvur og tvey bronsuheiðursmerki. Anja Eydnudóttir gull compound Albert Dam gull compound Absalon Hansen silvur recurve Nikkel Petersen bronsa compound Oddmar Nielsen bronsa recurve Tað undrar Lærarafelagið ikki sørt, at starvið sum skúlastjóri í Skúlanum á Fløtum í Havn er lýst leyst av nýggjum, hóast tíggju umsøkjarar eru til starvið At lýsa skúlastjórastarvið í Skúlanum á Fløtum leyst av nýggjum, tá tíggju umsøkjarar eru, kann ikki sigast at vera annað enn sera óvanligt og undranarvert. Lærarafelagið og nógvir limir okkara spyrja, hvør er veruliga orsøkin, skrivar Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum í Skúlablaðnum. Endurlýsing við tíggju umsøkjarum er óvanlig fyrisitingarlig mannagongd, sigur hann. Freistin at søkja um stjórastarvið í Skúlanum á Fløtum er hesa ferð 5. juli. P f Skansin Offshore hevði 200 milliónir krónur í halli í fjør. Sjálvur raksturin gav 26 milliónir í halli. Tað var væntað, sigur felagið í tíðindaskrivi. Skipini hjá felagnum eru niðurskrivað 145 milliónir krónur. Eginpeningurin hjá felagnum var negativur við árslok 2016, hann var tá minus fimm miliónir. Fíggjarstøðan javnvigaði við 979 milliónum við árslok. P f Skansin Offshore hevur tikið stig til at betra støðuna, verður sagt í tíðindaskrivi. Felagið fekk í fjør lutvísar avdráttarskáar til 2018. Annars hevur felagið skáa til 2021 at rinda skuld, felagið hevur fingið 25 milliónir krónur í nýggjum kapitali frá partaeigarunum, rentan á lánum er lækkað, skuld er strikað og løgd um. Hetta ger, at eginpeningurin nú er komin upp í 200 milliónir krónur røttu megin botnlinjuna. P f Skansin Offshore hevur fingið fimm ára sáttmála við Statoil frá 1. oktober í ár. Í hesari vikuni hevur Poul Michelsen, landsstýrismaður, verið í Kina. Bæði politikarar og vinnan í Føroyum hava nú í nøkur ár roynt at fáa betri atgongd til marknaðin í Kina. Føroyar útfluttu fyri 570 milliónir krónur til Kina í fjør, tveir triðingar vóru laksur. Men tollurin er tíggju prosent. Men við fríhandilssáttmála dettur tollurin burtur. Tvey lógaruppskot skulu endaliga avgreiðast á tingfundinum, sum verður í dag klokkan 11 00. Annað er um matvørulógina, íð skal gerast lagaligari. Tað varð samtykt 20 atkvøðum fyri og trimum í móti eftir aðru viðgerð í tinginum. Hitt uppskotið er um at almannakunngera lúsateljingarnar hjá alarunum. Tað varð samtykt við 14 atkvøðum fyri og 12 í móti, tá onnur viðgerð var. Tríggir tingfundur eru ásettir í næstu viku, mánadagin, týsdagin og hósdagin. So noyðist Løgtingið í summarfrí, sigur løgtingsformaðurin, tí starvsfólkið hjá Løgtinginum hevur rætt til summarfrí nú. Og næsta tingseta byrjar um ein mánað, ólavsøkudag. Tingið hevur 18 uppskot, sum ikki enn eru avgreidd. Nógv tey flestu eru ikki komin aftur úr nevnd enn. 139 uppskot eru løgd fram í hesari tingsetuni, sambært heimasíðuni hjá Løgtinginum. Fyri viku síðani sendi Tórshavnar kommuna skriv út á digitalu miðlunum um at skráseta garðaskøruna. Yvir 50 fráboðanir komu innan ein tíma og tí hevur kommununan fingið Ung í arbeiði at arbeiða við skøruni. Ung í arbeiði fara at stríðast móti skøruni á kommunalum økjunum, men borgarin má sjálvur í hernað móti skøruni á egnum øki. Harumframt verður heitt á borgarar at taka skørublómuna og burturbeina hana, so at skøran ikki breiðir seg meira. Tað sigur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, í tíðindaskrivi. Fleiri skipanir gera, hvør í sínum lagi, sítt fyri at veita viðgerð, hjálp og stuðul. Landsstýriskvinnan í almannamálum metir, at neyðugt er at samskipa verandi skipanir soleiðis, at tey ungu, sum hava tørv á umfatandi hjálp frá øllum skipanum, verða loftað og fáa málrættað heildartilboð. Royndirnar vísa, at tað er neyðugt at samstarva. Vit hava til dømis við átøkum, sum Tann góða tilgongdin og Bú og viðgerðarstovnurin í Stoffalág, víst, at borgarin fær munabetri hjálp, tá myndugleikar arbeiða saman, sigur landsstýriskvinnan. Almannamálaráðið og Heilsu og innlendismálaráðið eru til reiðar at samstarva, soleiðis, at tey ungu fáa ta hjálp, teimum tørva, stendur í tíðindaskrivinum. Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, hevur givið boð um, at ítøkiligt uppskot um samskipa heildartilboð skal verða klárt, so at hetta kann gerast partur av fíggjarlógarviðgerðini fyri 2018. Avvarðandi myndugleikar og felagsskapir verða í næstum boðnir á fund í Almannamálaráðnum um málið, sigur landsstýriskvinnan í almannamálum. Frá 1. oktober verður møguligt millum annað at síggja á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, hvussu nógv lús er í føroysku aliringunum, hvussu nógvur fiskur er í ringunum og hvussu nógv kemisk evni verða nýtt í vinnuni. Løgtingið samtykti fyri løtu síðani broytingarnar í Djórasjúkulógini, sum Poul Michelsen, landsstýrismaður mælti til. Alivinnan er ikki samd um broytingarnar í Djórasjúkulógini. Tað kemur fram í viðmerkingunum sum alifeløgini høvdu til uppskotið. Bakkafrost mælti beinleiðis frá at broytingin varð framd, tí felagið er ein skrásett fyritøka, og tí kann broytingin hava beinleiðis fíggjarligar avleiðingar fyri felagið. Tað tryggjar ikki vinnuna og búskapin, at almannakunngera eitt nú lúsatølini, sigur Bakkafrost. Felagið vísir á, at millum annað lúsatalið verður almannakunngjørt fyri teimum sum hava áhuga í vinnuni. At almannakunngera lúsatølini fer at hava negativa ávirkan á alivinnuna, og Bakkafrost sigur seg hava ítøkilig dømi um at felagið hevur mist sáttmálar, tá alivinnan fer vánaliga umrøðu. Bakkafrost mælir til, at ein avmarkað almannakunngering verður gjørd, í samráð við vinnuna. Tá talan er um lús, eigur lúsaspurningurin at verða almannakunngjørdur einaferð um árið. Alifyritøkan Luna hevur eina heilt aðra støðu. Felagið sigur í sínum svari, at upplýsingar um fiskatal, lúsatal og kemiskar viðgerðir, eiga at vera almennar, eins og avgerðir sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan tekur, eisini eiga at vera almennar. Marine Harvest hevur ikki latið nakað hoyringsskriv inn. Tað er týðiligt, at vinnan ikki er samd, tí í sínum hoyringssvari sigur Havbúnsaðarfelagið, at felagið ikki hevur nakrar viðmerkingar, men vísir til skrivið frá feløgunum. Í Vinnunevndini var heldur ikki semja um broytingarnar. Andstøðan hevur meirilutan í Vinnunevndini, og ynskir at fremja borytingarnar, so biðjast má um innlit í upplýsingarnar heldur enn at tær verða almannakunngjørdar á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Minnilutin í Vinnunevndini, sum eru umboðini hjá samgonguni, vísir millum annað á, at øroysku alifeløgini hava seinastu fýra árini havt sínámillum avtalu um at kunna hvønn annan um einstøku lúsastøðuna. Alifeløgini upplýsa hvønn annan um kemiskar viðgerðir móti lús, um tal av laksi í hvørjum ringi og niðurstøðuna frá lúsateljingum í hvørjum ringi. Tað er upp til alifeløgini at avgera, um feløgini lata upplýsingar sínamillum. Minnilutin metir tað vera rætt at hava stóran opinleika kring nýtslu av viðgerðarevnum og støðuna í mun til sjúkur og laksalús. Hetta hevur í sjálvum sær fyribyrgjandi virknað, umframt, at almenningurin eyðsæð hevur krav uppá at hava atgongd til upplýsingar um evnafrøðilig evni, sum verða latin út í firðirnar í sambandi við viðgerð av fiskinum. Tí heldur minnilutin, tað vera rætt at gera hagtølini atkomulig á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Tað kann viðvirka til, at alivinnan fer at leggja seg eftir at minka um nýtsluna av heilivági. Undirvísarar á leguni eru Rannvá Helenudóttir, Guðrið Hansdóttir, Helena Sigurðardóttir Lamhauge, Elsa Gunnarsdóttir Sevdal og Greta Svabo Bech. Badmintonspælararnir hava úr at gera í dag, og nógvir dystir eru á skránni. Fyri lítlari løtu síðani spældu Rannvá Djurhuus Carlsson og Niclas Eysturoy seg í hálvfinaluna í blandaðum tvímansleiki. Tey vunnu dystin 2 0 við settúrslitunum 21 13 og 21 14 í móti Grønlandi. Tað var ongantíð nakar ivi um, at føroyingarnir fóru at vinna dystin, tí tey bæði høvdu tamarhald allatíðina, og vunnu tey eisini greitt. Umframt hálvfinalu í blandaðum tvímansleiki, skal Rannvá Djurhuus Carlsson eisini spæla hálvfinalu í einmansleiki í dag. Tað skal Bartal Poulsen eisini. So um alt gongst eftir vild, er møguleiki fyri, at Føroyar verða í finalunum í einmansleiki hjá bæði monnum og kvinnum og í blandaðum tvímansleiki. Fólkakirkjan hevur eitt danskt signingarritual frá 1938, og tað ber ikki til hjá bispi at taka tað av heldur ikki fyribils. Tað sigur Mentamálaráðið. Bispur hevur onga heimild at geva prestunum tænastuboð um at nokta at signa borgarliga vígd. Tað sigur Mentamálaráðið í skrivi til Jógvan Fríðrikson, biskup. Jógvan Fríðriksson, bikupur, er í ferð við at leggja seinastu hond á tænastuboð til føroysku prestarnar um ikki at signa borgarliga vígd hjún. Hetta er í sambandi við at broytingarnar í hjúnabandslógini koma í gildi nú leygardagin. Men biskupur hevur ikki heimild til at geva prestunum tænastuboð um hetta. Tað staðfestir landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, í einum skrivi til biskup, sum Kringvarpið hevur fingið innlit í. Skrivið hjá landsstýriskvinnuni er svar upp á eina fráboðan frá biskupi um at hann ætlar at geva at geva prestunum tænastuboð um at steðga við signing av borgarliga giftum næsðu tvey árini, meðan kirkjan viðger spurningin. Bispur sigur millum annað í brævinum, at tað er ivasamt um danska ritualið frá 1938 um signing av borgarliga vígdum er galdandi í føroysku fólkakirkjuni. Svarið frá landsstýriskvinnuni er, at danska signingarritualið frá 1938 er galdandi í føroysku fíolkakirkjuni, tí danskt og føroyskt mál eru sambært heimastýrislógini javnsett. Og av tí óivasamt er, at danska ritualið er løggilt at galda í Føroyum, ber ikki biskupi til at geva tænastuboð um ikki at nýta tað skrivar landsstýriskvinnan til biskup. Hon sigur, at politiska skipanin løggildar ritual í kirkjuni. Og biskupur kann ikki gera nakað, sum í verki merkir at taka eitt løggilt ritual av. Heldur ikki fyribils, slær Rigmor Dam fast í skrivinum til biskup. Bispur kann mæla prestunum til at lata vera við at brúka danska ritualið, um hann heldur tað vera óheppið at brúka donsk ritual í dagsins samfelag. Eina hirðaliga áheitan , sum landsstýriskvinnan kallar tað. Men óansæð áheitanina er onki til hindurs fyri, at prestar kunnu brúka ritualið júst soleiðis, sum tað er løggilt. Grindin, sum varð hildin til í Tjørnuvík um middagsleitið í dag var 40 hval. Hvalirnir eru sleipaðir til Eiðis, har skorið verður upp. Býtt verður í drápspartar, sigur Jacob Vestergaard, sýslumaður, við útvarpið. Hvalirnir verða í løtuni merktir, og enn ber ikki til at siga, nær seðlarnir koma út. Sóknarprestunum prestunum verður ikki heimilað at signa hjún í borgarliga stovnaðum hjúnalagi á føroyskum máli. Tænastuboðini eru galdandi bæði við atliti at borgarligari giftu av hinskyndum og borgarligari giftu av samkyndum. Tænastuboðini eru galdandi alla ta tíð, til onnur boð verða givin, stendur í brævinum frá bispi, sum er lagt á heimasíðuna hjá fólkakirkjuni. Landsstýriskvinnan í mentamálum hevur í brævi til biskup sagt, at danska signingarritualið frá 1938 er galdandi í føroysku fólkakirkjuni, tí danskt og føroyskt mál eru, sambært heimastýrislógini, javnsett. Og av tí óivasamt er, at danska ritualið er løggilt at galda í Føroyum, ber ikki biskupi til at geva tænastuboð um ikki at nýta tað, skrivar landsstýriskvinnan til Jógvan Fríðriksson, biskup. Politiska skipanin løggildar ritual í kirkjuni, sigur landsstýriskvinnan. Biskupur kann ikki gera nakað, sum í verki merkir at taka eitt løggilt ritual av. Heldur ikki fyribils, slær Rigmor Dam fast í skrivinum til biskup. Rannvá legði hart út í fyrsta setti og kom framum, men tað gekk nokk so javnt á kortini. Og tá komið var í helvt, var grønlendska Sára Jacobsen frammanfyri 11 9. Annað sett byrjaði munandi betur fyri Sáru Jacobsen enn fyri okkara Rannvá. Tí eitt skifti var Sára á odda 9 3, og tá steðgurin kom, var støðan 11 6. Og í hesum settinum fekk Rannvá ikki sítt spæl at koyra, og tað endað við, at Sára Jacobsen vann settið 21 14. Og so var 1 1 í settum og neyðugt við triðja og avgerandi settinum. Triðja og avgerandi settið vippaði báðar vegir heilt frá byrjan av. Tað gekk øgiliga javnt, og tá steðgurin kom, var 11 10 til Grønland. Fjeppararnir hjá báðum spælarunum koyrdu á sínar spælarar fyri at fáa tær at vinna. Men Sára Jacobsen byrjaði betur, og hon kom upp á 17 10, áðrenn Rannvá fekk nakað stig. Rannvá stríddist, men tað gekk ikki. Hon tapti avgerandi settið 21 14, og harvið finaluplássið. Tørvurin á bústøðum í høvuðsstaðnum er stórur. Men allur bati bøtur. Eftir summarfrítíðina hava 38 lesandi tak yvir høvdið. Men rásarúmið er lítið. Flestu íbúðirnar í Marknagili eru 17 fermetrar til víddar. Borðtennis hevur verið fastur partur av øllum oyggjaleikum, tó ikki í Bermuda í 2013, men enn hevur eingin kvinna megnað at vinna heiðursmerki í einstaklingakappingini. Seinni í dag spældi hon hálvfinalu móti Charlotte Case úr Guernsey, og har var als eingin ivi. Henrietta vann 3 0 í einum dysti, sum bara vardi 12 minuttir. Føroyar eru eisini komnar í hálvfinaluna í tvímansleiki hjá kvinnum. Báðar hálvfinalurnar og møguligar finalur verða spældar í morgin. Tá ið heiðursmerkjahandanin fyri bogaskjóting varð avgreidd fyri løtu síðan, varð Merkið vundið á stong heili sjey ferðir til heiðurs fyri teimum sjey sigrunum hjá føroysku bogaskjúttunum. Fult hús í gulli var meira, enn Anja tordi at droyma um, áðrenn leikirnir byrjaðu, og norski venjari hennara, Morten Bøe, eigur stóran lut í heiðrinum, sigur hon. Føroysku bogaskjúttarnir vunnu tilsamans sjey gull, eitt silvur og seks bronsuheiðursmerki hesar oyggjaleikirnar, og sostatt eiga tey stóran part í, at Føroyar framvegis eru ovast á samlaða heiðursmerkjalistanum. Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, hevur í dag sett danska forsætismálaráðharranum fyrispurning, eftir at hollandska sendistovan hevur sent forsætismálaráðnum bræv um føroysku fiskivinnunýskipanina. Sjúrður Skaale spyr danska forsætiráðharran, um hann kann vátta, at fiskvinnupolitikkur og handilspolitikkur eru føroysk sermál, og at danska stjórin tí ikki fer at leggja seg út í fiskivinnunýskipanina. Stjórnin í Hollandi er sera ørkymlað um ætlaninar hjá landsstýrinum um fiskivinnunýskipan, sigur sendistovan í telduposti, sum Kringvarpið hevur fingið innlit í. Fyrst av øllum, so er stjórn mín rættuliga stúrin um uppskotið um fiskivinnunýskipan í Føroyum, ið fer at hava álvarsamar avleiðingar fyri útlendsk feløg, ið hava gjørt íløgur í føroysku fiskivinnuna. Sendistovan sigur seg verða greiða um, at talan er um innanhýsis føroysk viðurskifti, men sigur samstundis, at av tí at Føroyar eru partur av danska ríkinum, og av tí at londini, tað vil siga Danmark og Holland, eru tættir samstarvsfelagar, vilja tey kunna danir um hetta. Danska forsætismálaráðið biður sendistovuna venda sær til Dan M. Knudsen, ið tekur sær av føroyskum viðurskiftum í forsætismálaráðnum, og sum er fyrrverðandi ríkisumboðsmaður í dag. Síðani hevur Landssjúkrahúsið samskift við læknarnar um teirra viðurskifti. Mett verður, at í flestu førum er greitt, at semja fæst. Í einstøkum málum verður ikki roknað við semju, og hevur Landssjúkrahúsið tá bara tikið við ta upphædd, sum tað metir seg skylda yvirlæknanum. Sirið Stenberg svarar, at málið er búgvið at avgreiða nú. Løgtingið er biðið um tíggju milliónir krónur í eykajáttan til Landssjúkrahúsið, so tað kann rinda yvirlæknum yvirtíð og vaktargjøld, sum teir eiga til góðar. Umstrídda innferðarbannið hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, móti seks londum í Afrika og Miðeystri, varð sett í verk í nátt. Innferðarbannið fevnir um borgarar frá Libya, Iran, Somalia, Sudan, Sýria og Yemen. Hetta eru alt lond, har meginparturin av íbúgvunum eru muslimar. Upprunaliga var Irak eisini fevnt av innferðarbanninum, men hetta varð broytt aftur. Trump gjørdi longu í januar eina fyriskipan um at seta innferðarbann í verk, men síðan tá hevur málið verið aftur og fram í ymsum dómstólum, sum hava sett fyriskipanina úr gildi. Hægstirættur gav um dagarnar grønt ljós til, at innferðarbannið partvís kann setast í verk. Fyribils til oktober, tá hoyringar skulu vera um bannið. Innferðarbannið fevnir ikki um fólk, sum mugu metast at hava eitt reiðiligt ørindi í USA. Í viðmerkingunum verða nevnd kona og vermanna. Eisini lesandi á universiteti og starvsfólk, sum hava sáttmála við eina fyritøku í USA. Í dag eru hálvfinalurnar og finalurnar í borðtennis á skránni. Og Føroyar hava longu spælt seg í finaluna í tvímansleiki hjá kvinnum. Durita F. Jensen og Henrietta Nielsen vunnu silvur í Jersey fyri tveimum árum síðani, og nú hava tær sum tað allarminsta vart sítt annað pláss, og hava møguleika at vinna gull. Síðani 1987 hevur borðtennis verið við á øllum oyggjaleikum uttan í Bermuda í 2013. Úrtøkan hesi árini er 1 gull, 4 silvur og 10 bronsu. Henrietta Nielsen er í stórformi í borðtennis. Fyrst spældi hon seg í finaluna í tvímansleiki fyrr í morgun, og nú hevur hon spælt seg í finaluna í einmansleiki. Henrietta skal sostatt spæla tvær finalur í dag. Í Týsklandi sleppa samkynd nú eisini at giftast. Samvldistingið samtykti í morgun at loyva samkyndum hjúnalag. Ein meiriluti, sum var størri enn væntað, tók undir við uppskotinum. 393 tingfólk atkjvøddu fyri og 226 ímóti. Lagt varð upp til, at tinglimirnir skuldu atkvøða eftir egnari samvitsku og vórðu ikki bundnir av støðuni hjá flokkinum. Samveldiskanslarin, Angela Merkel, atkvøddi sjálv ímóti. Stjórnarflokkarnir CDU og CSU vóru ímóti og royndu at forða málinum við at krevja, at týski stýrisskipanardómstólurin fyrst bleiv spurdur, hvat hann helt um samkynt hjúnalag. BankNordik, Betri banki og Norðoya sparikassi eru framvegis so týðandi fyri føroyska samfelagið, at teir kunnu ikki fara á heysin. Hjørdis Gullaksen var bert 21 ára gomul, tá hon lív í ferðsluvanlukku. Tað var eitt desemburkvøld í 2012. Tað var myrkt og nógv svarthálka var. Hjørdis misti tamarhaldið á bilinum og rendi á. Harði stoyturin var orsøkin til, at Hjørdis lat lív. Tað eru skjótt fimm ár liðin síðani hendingina hetta desemburkvøldið. Mamma Hjørdis, Marianna Gullaksen, greiðir frá, hvussu hon upplivdi hetta. Harafturat er hon eisini ørg inná, at bilførarar tann dag í dag ikki vísa nóg nógvan ans í ferðsluni. Tá triðja viðgerð var í tinginum í gjár, gjørdu nakrir limir í Vinnunevndini vart við, at durasøla bleiv bannað, tá onnur viðgerð var í tinginum. Tað var ikki ætlanin, søgdu tey. Løgtingið samtykti tí at loyva at virka fisk og fiskavørur til egið brúk og til at selja við dyrnar uttan løggilding. Tá onnur viðgerð var fyri einum mánað síðani, atkvøddu bæði samgongan og andstøðan fyri einum broytingaruppskoti hjá seks av sjey limum í Vinnunevndini Ætlanin hjá landsstýrismanninum var at sleppa fleiri matvørum undan løggilding ella skráseting. Men ein stórur meiriluti í Vinnunevndini mælti til at strika fisk, fiskavørur og skeljadjór í lógaruppskotinum. Tingfólk í samgonguni og í andstøðuni halda, at fiskivinnan er so stórur og týðandi partur av føroyska samfelagnum, at tey samtyktu ikki at slaka krøvini til føroyskar fiskavørur. Men við hesi samtykt forðaði tingið eisini fólki í at selja fisk við dyrnar og hagreiða fisk til egna nýtslu. Og tað var ikki ætlanin. Hetta broytti tingið so aftur í gjár, tá triðja viðgerð var. Tingfólk hildu eisini, tá onnur viðgerð var, at uppskotið er ov víðgongt viðvíkjandi víðari framleiðslu í Føroyum úr innfluttum matvørum. Tingið samtykti tí, at lógin bara verður broytt til at umfata mjólkarúrdrátt og svínakjøt. Tey hugsa tá um ostar og skinkur, sum verða innflutt til at ræsa og turka í Føroyum. Martin hevði eitt sindur av trupulleikum at byrja við, men eftir at broytingar eru gjørdar, virkar skipið væl, og tá Róland fer í vinnu um ólavsøkumundið, verður støðan uppaftur betri, sigur Regin Jakobsen, stjóri í Bakkafrosti. Kommunala Brennistøðin á Hjalla í Havn er framvegis ikki komin uppundan aftur at brenna tey um 500 tonsini av ruski, sum hópaðu seg upp, tá brennistøðin lá still fyrr í mánaðinum. Minningardagur tey, ið hava latið lív í ferðsluni, byrjaði í 2000 og hevur hildið fram. Dagurin hevur fingið stóra undirtøku, har fólk taka sær tíð at minnast, tey, ið eru farin, og harafturat eisini minnast til, hvussu vandamikil ferðslan kann vera. Prestarnir fara at gera eftir tænastuboðunum og tilmælinum hjá bispi um signing av borgarliga vígdum. Tað sigur formaðurin í Prestafelagnum, Theodor Eli Dam Olsen. Bispur hevur givið prestunum tænastuboð um ikki at signa borgarliga vígd hjún á føroyskum. Haraftrat hevur bispur mælt prestunum til í minst møguligan mun at brúka danska ritualið at signa við. Páll á Reynatúgvu, tingformaður, niðurlegði tingfundin í gjár, fyri at nevndirnar skuldu fáa høvið at gera álitini liðug og tingfundurin varð tikin uppaftur klokkan 10 fyrrapartin. Men har komu eingin álit. Í seinasta sekundi kom álit um rannsóknarskip, men einki annað kom úr Fíggjarnevndini, og Vinnunevndin er heldur ikki klár við sínum álitið um fiskivinnunýskipanina. Fundurin, sum nevndin hevði ætlan um í morgun, varð avlýstur í gjárkvøldi, og í morgin tóktist ruðuleiki at valda í samgonguni, sum kjakaðist so leingi inni í fjølmiðlarúminum at tingfundurin var 15 minuttir seinkaður Sambært andstøðuni hevur tað verið ógjørligt at viðgerða fiskivinnunýskipanina, tí landsstýrisfólkini, sum varða av, hava ikki verið til at fáa fatur á. Hon hevur havt ábyrgd av persóns og familjurættarliga økinum síðani 2011. Lene Moyell Johansen tekur við 1. august í ár. Fimm umsøkjarar vóru til starvið. Men Henrietta Nielsen og Durita F. Jensen megnaðu at venda dystinum og vunnu 3 2 og harvið fyrsta oyggjaleika gull í tvímansleiki hjá kvinnum í borðtennis. Men tað kann hon saktans fegnast um, tí hetta er fyrstu ferð yvirhøvur, at ein kvinna vinnur heiðursmerki í einstaklingakappingini í borðtennis á oyggjaleikunum. Vit hoyra bókina Gandakeppurin, sum Petter Lidbeck skrivaði og Jón Joensen týddi úr svenskum. Jóannes Dalsgaard lesur. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2009. Tá ið drongurin Mostafa fær fatur á einum gandakeppi, vendist lív hansara á høvdið. Knappliga dugir hann at svara øllum spurningum og eftir einum degi verður hann kendur í sjónvarpi. G festivalurin er stórur í Føroyum, men líkt er eisini til, at hann er við at gerast stórur úti í heimi. Fróði Stenberg greiðir frá, hvør drívmegin er handan G festivalin. Vit hoyra bókina Gandakeppurin, sum Petter Lidbeck skrivaði og Jón Joensen týddi úr svenskum. Jóannes Dalsgaard lesur. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2009. Tá ið drongurin Mostafa fær fatur á einum gandakeppi, vendist lív hansara fullkomiliga á høvdið. Knappliga dugir hann at svara øllum spurningum og eftir einum degi verður hann kendur í sjónvarpi. Vit hoyra bókina Gandakeppurin, sum Petter Lidbeck skrivaði og Jón Joensen týddi úr svenskum. Jóannes Dalsgaard lesur. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2009. Tá ið drongurin Mostafa fær fatur á einum gandakeppi, vendist lív hansara fullkomiliga á høvdið. Knappliga dugir hann at svara øllum spurningum og eftir einum degi verður hann kendur í sjónvarpi. Vit hoyra bókina Gandakeppurin, sum Petter Lidbeck skrivaði og Jón Joensen týddi úr svenskum. Jóannes Dalsgaard lesur. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2009. Tá ið drongurin Mostafa fær fatur á einum gandakeppi, vendist lív hansara á høvdið. Knappliga dugir hann at svara øllum spurningum og eftir einum degi verður hann kendur í sjónvarpi. Vit hoyra bókina Gandakeppurin, sum Petter Lidbeck skrivaði og Jón Joensen týddi úr svenskum. Jóannes Dalsgaard lesur. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2009. Tá ið drongurin Mostafa fær fatur á einum gandakeppi, vendist lív hansara á høvdið. Knappliga dugir hann at svara øllum spurningum og eftir einum degi verður hann kendur í sjónvarpi. Vit hoyra bókina Gandakeppurin, sum Petter Lidbeck skrivaði og Jón Joensen týddi úr svenskum. Jóannes Dalsgaard lesur. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2009. Tá ið drongurin Mostafa fær fatur á einum gandakeppi, vendist lív hansara á høvdið. Knappliga dugir hann at svara øllum spurningum og eftir einum degi verður hann kendur í sjónvarpi. Jóhanna Andreasen, ein av fyriskiparunum, og Peter Høegh Olesen, granskari, greiddu frá um tiltakið Sex, Fáfongd og Kapping, sum verður í kvøld. Seinasti dagurin í svimjing á oyggjaleikunum var hósdagin, og Føroyar løgdu bragdliga fyri við at vinna tríggjar tær fyrstu kappingarnar og síðani ta seinastu, sum var liðkappingin 4 ferðir 100 metrar frí hjá kvinnum. Tær fýra gullgenturnar í seinastu kapping eru Ásbjørg Hjelm, Jana Bjartalíð Thomsen, Signhild Dánjalsdóttir Joensen og Sára Ryggshamar Nysted. Í hesi vikuni gera seytjan ungar gentu gera seg til reiðar at rokka. Leygardagin skulu tær nevniliga framføra løg, sum tær sjálvar hava smíðað. Vit hava gjørt ein sang, sum vit fara at venja og framføra leygardagin, sigur Elin. sigur 14 ára gamla Elin á Løgmansbø úr Miðvági. Gentur Rokka er ein tónleikalega, har ungar gentur fáa høvi at skriva løg, yrkja sangir, læra at spæla tónleik og læra um kvinnur í altjóða tónleikasøgu. Girls Rock er upprunaliga ein altjóða rørsla, sum kom undan kavi í USA í 2007. Í fjør skipaðu íslendskar kvinnur fyri tiltakinum Stelpur Rokka í Føroyum, og í ár stendur tiltakið altso á føroyskum beinum. Endamálið er, at ungu genturnar skulu fáa sjálvsvirði og sjálvsálit. Tað er øgiliga umráðandi at siga Ja, eg eri cool nokk, og eg tori at vera tónleikari og gera tað, eg vil, sigur Greta Svabo Bech, sum er ein av lærarunum á leguni. Einans kvinnuligir tónleikarar hava veitt íblástur, og teirra millum eru Gurið Hansdóttir, Rannvá Helenudóttir HULDA , Jenný Kragesteen FRUM og Elsa Gunnarsdóttir Sevdal. Fyri Elin á Løgmansbø hevur legan verið framúr góð. Hon hevur skrivað tónleik og yrkt ein sang, eins og hon leygardagin fær høvi at framføra nýggja lagið í Reinsaríinum. Hon fer heim aftur til Miðvágs við røttum ryggi. Tíðin hjá Marnu var ein tími, nítjan minuttir og átjan sekund. 1. Louise Perrio Guernsey 1.19.06 Gull 2. Marna Egholm Føroyar 1.19.18 Silvur 3. Hannah Howard Isle of Man 1.19.53 Bronsu Reglurnar hjá CITES um, at eitt nú palisandertræ er vorðið bannað, hevur við sær, at tónleikarar kunnu miss sítt ljóðføri í tollavgreiðslu, um teir ella tær ikki kunnu framvísa eitt serligt CITES útflutningsloyvi umframt kvittan fyri keyp av ljóðføri. Tað er ikki tann stóra vitanin at heinta hjá føroyskum myndugleikum. Vit sláa eisini upp á tráðin hjá Mikael Blak, sum er úti og ferðast í tónleikaørindum. Hoyr innslagið frá vikuskiftissendingini her sigur klaksvíkingurin, sum er í ferð við at taka orglið sundur og flyta tað til Klaksvíkar. Hoyr innslagið frá vikuskiftissendingini her Bárður Larsen var í mars settur at kanna handfaringina hjá TAKS av málinum og um tað var rætt av TAKS ikki at senda málið til fútan. Kristina Háfoss, landstýriskvinna í fíggjarmálum segði í mars, at um so var, at Bárður Larsen kom til niðurstøðuna, at bankin ikki hevði givið TAKS nøktandi upplýsingar, verður málið latið fútanum. Kinesiski forsetin, Chinese President Xi Jinping , hevur ávarað fólkið í Hong Kong ímóti at seta seg upp ímóti stjórnini í Peking og hennara ávirkan á stýrið í Hong Kong. Í hesum døgum eru tjúgu ár síðani Bretland lat Kina ræðið á Hong Kong, og í tí sambandi er kinesiski forsetin komin til Hong Kong at vera hjástaddur, nú nýggi leiðarin fyri stjórnina í Hong Kong, Carrie Lam, er tikin í eið. Samstundis hava mótmælisgongur verið í Hong Kong ímóti stjórnini í Bejing og teimum avmarkingum, sum hon royndir at leggja á demokratiið í Hong Kong. Mótmælisfólkini minna áhaldandi kinesisku myndugleikarnar á avtaluna við Bretland, tá Kina tók yvir valdið í Hong Kong, at talan var um ein stat, men um tvær stýrisskipanir soleiðis at Hong Kong hevði sína egnu skipan, ið var leys av teirri kinesisku. Tá kinesiski forsetin, Xi Jinping, helt røðu á hátíðarhaldinum ávaraði hann fólkið í Hong Kong ímóti at seta seg upp ímóti kinesiskum fullveldi, landsins trygd og tess áhugamálum. Allar royndir at seta seg upp ímóti kinesiska yvirvaldinum og gera seg inn á sambandið millum stjórnirnar í Bejing og Hong Kong er at fara yvir um mark og fer ikki at vera tolt, segði Xi Jinping, forseti, í røðu síni. Eitt mál um familjusamanføring hjá einum fyrrverandi hermanni í Afghanistan, Høgna Petersen, er endað á hægsta politiska stigi í Danmark, eftir at Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, er farin inn í málið. Útlendingastýrið vil ikki lata føroyska veteranin fáa amerikansku konu sína hendan vegin, tí Høgni Petersen, síðani hann kom heim úr Afghanistan, hevur fingið almannaveitingar. Sambært fólkatingsmanninum kom Høgni Petersen heim úr Afghanistan í 2010 við upplivingum og sálarligum løstum, sum gjørdu, at hann ikki fekk arbeitt. Í útlendingalógini er krav um, at familjulimurin, sum býr fast í Danmark, tvs. Høgni Petersen, ikki má hava móttikið veitingar frá tí almenna. Tað er Útlendingastýrið, sum tekur hesar avgerðir. Sum ministari kann eg als ikki fara inn í viðgerðina av einstøkum málum, sigur Inger Støjberg og verjir rættin hjá statinum at krevja av fólki, at tey eru før fyri at forsyrgja sær sjálvum, áðrenn tey fáa útlendskar familjulimir til landið. Vit síggja ferð eftir ferð veteranar, sum koma illa fyri av kríggi, og har samkenslan og hjálparhugurin at síggja til ikki kennir nøkur mørk millum politikarar. Í hesum føri hevði verið lætt at bøtt um eina ólukkuliga støðu men viljin er ikki til tað. Tað er ómetaliga harmiligt, sigur Súrður Skaale. Verandi og fyrrverandi ríkisleiðarar eru í dag í Strasbourg, har minningarhald er í ES tinginum fyri týska kanslaranum Helmut Kohl, ið andaðist herfyri. Jarðarferðin verður seinni í dag í týska býnum Speyer í landspartinum Rheinland Pfalz. Helmut Kohl var vesturtýskur stjórnarleiðari, tá Berlinmúrurin fall í 1989, og Vesturtýskland og Eysturtýskland vórðu sameind aftur eftir at hava verið hvør sín statur eftir at Týskland varð hersett og endi fekst á krígnum í Evropa í 1945. Helmut Kohl verður heiðraður fyri sín lut í arbeiðinum fyri at sameina Evropa aftaná kríggið, og í ES parlamentinum fara týski kanslarin Angela Merkel, franski forsetin Emmanuel Macron og russiski forsætisráðharrin Dmitry Medvedev at halda røðu. Tað fara fyrrverandi amerikanski forsetin Bill Clinton og fyrrverandi spanski forsætisráðharrin, Felipe González, eisini. Tað er eftir ynski frá einkjuni, Maike Kohl Richter, at Helmut Kohl ikki fær eina týska stats jarðarferð. Men tað heldur sonur Helmut Kohl í fyrru giftu, Walter Kohl, at pápin átti at fingið. Walter Kohl heldur, at minningarhaldið átti at verið í høvuðsstaðnum Berlin við Brandenburger Tor, har ein partur av múrinum millum Eystur og Vesturtýskland stóð. Bæði USA og Suðurkorea verða hótt av einum harðrendum og samvitskuleysum stýri í Norðurkorea. Kjarnorku og rakettætlanir landsins krevja eitt støðufast svar, segði Donald Trump á tíðindafundi saman við suðurkoreanska forsetanum. Moon Jae In hevði sær eina nýggja diplomatiska ætlan fyri viðurskiftini við Norðurkorea, sum hann legði fyri amerikanska forsetan. Bæði londini verða hótt av einum harðrendum og samvitskuleysum stýri í Norðurkorea. Kjarnorku og rakettætlanir landsins gera tað neyðugt at geva norðurkoreanarum eitt avgjørt svar, segði Donald Trump. Hóast ósamdir um nýggju diplomatisku stigini eru amerikanski og suðurkoreanski forsetin samdir um at samskipa politikkin móti Norðurkorea, og at støðan á koreansku hálvoynni hevur hægstu raðfesting. Tá Donald Trump sigur, at tolið við Norðurkorea er uppi, vísir hann á áður førdan amerikanskan politikk, har tolið við Norðurkorea hevur havt við sær, at landið hevur ment og mennir kjarnorkuvápn og langtberandi rakettir við tí endamáli at hótta USA. Amerikanarar óttast royndirnar við langtberandi rakettum, og høvdu teir nakað álit á Norðurkorea, so hvarv tað, tá 22 ára gamli studenturin Otto Warmbier doyði stutt eftir at vera komin aftur til USA úr norðurkoreanskum fongsli, har hann hevði sitið síðani januar mánað í fjør, dømdur 15 ára fongsul fyri at hava tikið eina propagandaplakat. Danski heilsumálaráðharrin fyrireikar lóggávu, sum skal gera tað lættari hjá fólki, ið eru deyðasjúk ella verða hildin á lívi við hjálpitólum at sleppa at doyggja. Tað skrivar blaðið Politiken. Viðgerðartestamenti skulu geva fólki rætt at velja, nær ein viðgerð kann steðga, ella um hon als ikki skal byrja, sigur Ellen Trane Nørby, heilsumálaráðharri. Har verður gjørt púra greitt, at tann einstaki kann steðga eini viðgerð. Reglurnar skulu vera greiðar, tí í dag er støðan, at ymiskar tulkingar verða brúktar. Gráu leiðirnar skulu fáast av vegnum, so fólk fáa ræði á sínum egna lívi og kunnu fáa ein virðiligan deyða, sigur heilsumálaráðharrin. Hon sigur seg vera samda við ein meiriluta av flokkunum í Fólkatinginum um, at sjúk fólk skulu hava størri sjálvsavgerðarrætt um sína síðstu tíð. Í Danmark er forboð fyri aktivari deyðshjálp, har ein lækni til dømis gevur fólki ein ov stóran skamt av morfini. Heilsumálaráðharrin vísir aftur, at broytingarnar, ið nú eru á veg, hava nakað við aktiva deyðshjálp at gera. Harafturímóti er ætlanin at gera passiva deyðshjálp greiðari, har læknar kunnu vera við til at framskunda deyða, um teir gevast at veita viðgerð, ið leingir um lívið ella við heilivági lættir um hjá einum doyggjandi, so fólk doyggja skjótari, enn tey annars høvdu gjørt. Millum flokkarnar, ið taka undir við lógarbroytingini, er Dansk Folkeparti, og framsøgukvinnan, Liselotte Blixt, hevur leingi arbeitt fyri at tað skal verða lættari at sleppa at doyggja uttan at aktiv deyðshjálp verður brúkt. Tíbetur eru vit samd um, at fleiri skulu sleppa hiðani so lætt sum gjørligt. Í dag stendur, at tey kunnu hjálpast burtur, um deyðin er vísur og talan er um minuttir ella dagar. Tað vilja vit hava broytt til dagar ella vikur, sigur Liselotte Blixt. Tað verður ikki í bræði at greiða fæst á, um virkisbygningurin hjá Varðanum var nóg væl tryggjaður móti eldi. Løgreglan í Føroyum og eitt danskt kanningarlið kláraðu ikki at nágreina, hvør orsøkin var til, at eldur kom í Varðan Pelagic. Tann elektriska skipanin var so illa farin, at tað bar ikki til at finna brek við skipanini. Politiið kom kortini til, at eldurin kyknaði í økinum, sum varð brúkt til pakking. Løgreglan sigur, at hitin í rúminum hevur eftir øllum at døma verið so nógvur, at eldur kom í teir fleiri hundrað fiskakassarnar, sum vóru í hølinum. Tað var ein av orsøkunum til, at eldurin breiddi seg so skjótt. Leivur Persson, stjóri á Arbeiðs og brunaeftirlitinum, sigur við Dimmalætting, at tey hava eisini verið á Tvøroyri og tikið myndir av brenda virkinum. Tá løgreglan er liðug við sítt arbeiði verður tað latið okkum, tí vit hava ábyrgd av brunatrygdini. Út frá tí kunnu vit gera nærri kanningar og læra nakað fyri eftirtíðina, sigur Leivur Persson við blaðið. Bogi Jacobsen, sum er stjóri á Varðanum Pelagic, hevur sagt, at nú verður kannað og roknað, hvussu nógvan fisk, virkið hevði fingið hesa tíðina, og um tað til dømis loysir seg at leiga eitt móttøkuskip at virka uppsjóvarfisk. Felagið, sum arbeiðir við ætlanini, Atlantic Sapphire, hevur ætlanir um at byggja eitt alivirki á landi í Miami, sum fer at kosta 640 milliónir krónur. Ein norskur banki sigur seg verða sinnaðan at fíggja ætlanina við 500 milliónum krónum, um tey, sum eiga felagið, fáa 290 milliónir krónur til vega. Alibrúkið skal nýta vatnið umaftur, og tí er bert neyðugt við 500 litrum av vatni fyri hvørt kilo av fiski, í mun til onnur brúk, har neyðugt er við 50.000 litrum av vatni fyri hvørt kilo av aldum fiski. Í USA vísa fólk stóran áhuga fyri fiski, sum fer væl við umhvørvinum og ikki hevur litevni í sær, tí hevur tað borið til at fáa neyðuga peningin til vega, sigur ein av eigarunum í felagnum, Thune Holm, við norsku tíðindastovuna, NTB. Ætlanin er, at alibrúkið í Miami skal selja 90.000 tons av laksi um árið, og tað fer at fimmfalda alingina í USA. USA keypir 500.000 tons av aldum laksi úr øðrum londum um árið. Landsverk upplýsir, at tað snýr seg um bygningar sum Landsverk hevur verið við til at byggja, og ikki um, hvat annars er bygt í Føroyum av privatum ella kommunum. Landsverk upplýsir, at B bygningurin á Landssjúkrahúsinum, sum varð klæddur fyri nøkrum árum síðani, er bjálvaður við einum evni sum eitur FoamGlas. Evnið er als ikki eldfimt, og kann ikki samanberast við celluplast. Byningurin á Landssjúkrahúsinum varð bjálvaður, samstundis sum hann varð klæddur við kopari. Landsverk sigur seg ikki vera vitandi um, at nakar bygningur sum Landsverk hevur bygt, har celluplast er brúkt sum bjálving í fasadu ella klimaskerminum. Men vanligt er at brúka polystyren, sum er flamingo, og sum minnir um celluplast til bjálving undir lendisdekk og til soklar upp til jørð. Tað hevur einki við brunatrygdina at gera, sigur Landsverk. Tað eru sjey ár síðani tær royndirnar byrjaðu í smáum, og gongdin higartil hevur víst, at tað tekur hálvtannað ár at turka eina skinku og eitt ár at turka ein ost. Og royndirnar hava verið somikið góðar, og skinkurnar sum verða turkaðar í Føroyum, kunnu samanberast við kendu italsku parmaskinkurnar, sigur Johan Mortensen, sum frá byrjan hevur verið við í arbeiðinum. Í Bretlandi vil umhvørvismálaráðharrin seta ferð á arbeiðið at seta millumtjóðasáttmálan úr gildi, sum loyvir útlendingum at fiska í bretskum sjóøki. Í Bretlandi verður fiskivinnupolitikkurin hjá ES mettur at hava verið ein vanlukka fyri fiskimenninar, og tað vil stjórnin broyta. Fiskivinnupolitikkurin hjá ES hevur verið ein vanlukka fyri okkara umhvørvi, og vit vilja nú stimbra undir eina burðardygga fiskivinnu, sigur Michael Gove. Tá uppskotið var borið í Løgtingið, søgdu samgonguflokkarnir seg vera sinnaðar at endurskoða uppskotið, um andstøðuflokkar vildu vera við í einari breiðari semju. Jógvan Skorheim umboðar Sjálvstýri í vinnunevndini. Spurdur, um hann ætlar sær at vera partur av einari breiðari semju við samgonguni, sigur hann seg ikki hava nakra viðmerking. Hann heldur, at broytingarnar í uppskotinum hjá samgonguni eru til tað betra, men framvegis eru ein rúgva av ósvaraðum spurningum, og Fólkaflokkurin tekur undir ongum umstøðum undir við leistinum, sum samgongan hevur lagt. Tað sigur Løgtingsskrivstovan, sum staðiliga mælir til, at uppskotið hjá samgonguni um fiskivinnunýskipan verður broytt. Løgtingsskrivstovan hevur gjørt Vinnunevndini upprit um útlendskan ognarskap. Har er niðurstøðan, at íslendskir íleggjarar, sum í dag hava vinnulig áhugamál í fiskivinnuni sambært lógini um vinnuligan fiskiskap, kunnu halda fram við somu avmarking, sum er galdandi í dag, eftir at fiskivinnunýskipanin er komin í gildi. Í dag er avmarkingin 33 prosent. Løgfrøðingar hjá Løgtinginum siga, at ávísar lógargreinar viðvíkjandi útlendskum ognarskapi í lógaruppskotinum hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, allarhelst eru í ósamsvari við millumtjóða sáttmálan, sum eitur Hoyvíkssáttmálin. Tey siga tó eisini, at einki er í stýrisskipanarlógini, sum forðar Løgtinginum at samtykkja eina lóg, har útlendskur eigaraskapur í fiskivinnuni verður avmarkaður. Tey mæla heldur ikki formansskapinum í Løgtinginum til at vísa burtur lógaruppskotinum hjá Høgna Hoydal. Men so leingi Hoyvíkssáttmálin er galdandi, hava íslendingar ávís rættindi í Føroyum, so sum at hava pengar í føroysku fiskivinnuni. Útleigarar í Reykjavík tjentu í alt 350 milliónir krónur frá Airbnb í fjør. Tað vísir ein hollendsk kanning, sum hevur kannað gongdina í ferðavinnuni. Útleigararnir, sum vinna næstmest burtur úr Airbnb, eru teir í Westminister økinum í London. Í Barcelona vinna útleigararnir helvtina minni enn tey í Íslandi. Airbnb verður mett at ávirka bústaðarmarknaðin í Reykjavík, tí íbúðarprísirnir hækka, og íslendingar kappast við Airbnb gestirnar um at fáa íbúð. Fleiri enn 5.000 íbúðir í Reykjavík eru til leigu á Airbnb. Tað eru Gunnvá Fossaberg Ellingsgaard og Halla Áargarð av Rana, sum báðar lesa á universitetinum í Keypmannahavn, saman við Eyðfinn Magnussen, lívfrøðingi á Fróðskaparsetrinum, sum standa fyri kanningini. Sosialu virðini og menningarmøguleikar í føroyska landslagnum eru lyklaorðini í netkanningini. Kanningin er nýskapandi á tann hátt, at tú hevur møguleika at peika á, hvørji støð í Føroyum eru virðismikil fyri teg, og hví tað júst er hetta landslagið, ið hugtekur teg. Nýggi flogvøllurin í Berlin, Brandenburg, kann brúkast til savn. Tað heldur stjórin í Air Berlin flogfelagnum, Thomas Winkelmann. Gølurakta lufthavnin skuldi eftir ætlan takast í nýtslu í 2012, men tað varð útsett aftur og aftur, tí stórir tøkniligir trupulleikar vóru millum annað við eldsløkkingarskipanini í terminalunum. Nú letur lufthavnin eftir ætlan upp seint í 2018. Men í mars í ár varð í eini frágreiðing róð framundir, at tað ikki verður fyrr enn á vári í 2019. Hóast gamla Tegel floghavnin fleiri ferðir er kosin at verða heimsins vánaligasta floghavn, so vil Air Berlin heldur verða í niðurslitnu Tegel floghavnini, um hon ikki letur aftur, sum ætlanin nú er. Orsøkin er stóri vøksturin í ferðafólkatalinum í Berlin á Tegel og á hinum flogvøllinum í Berlin, Schønefeld, sum hevur verið, meðan Brandenburg hevur staðið í gerð. Í fjør fóru 33 milliónir ferðafólk um Tegel flogvøllin og Schønefeld flogvøllin, meðan Brandenburg er gjørdur til at taka ímóti 27 milliónum ferðafólkum. So um Tegel og Schøneberg lata aftur, verður Brandenburg frá fyrsta degi ov lítil. Trupulleikarnir við Berlin Brandenburg flogvøllinum eru ein skendsil fyri alt Týskland, sigur handilsstjórin í Air Berlin við heimasíðuna. Bara ein av teimum, ið hava tikið diplomútbúgving sum vegleiðari, er uttan fyri Tórshavnar økið, og tað sama er við teimum, sum í summar taka masterútvbúgvingina. Har er bara ein vegleiðari, sum ikki er í Tórshavnar økinum, skrivar Skúlablaðið . Í skúlunum í Havn eru enntá summastaðni fleiri enn ein útbúgvin vegleiðari. Hetta er gott fyri skúlarnar í Havn, men sera óheppið fyri skúlarnar uttan fyri Tórshavn, at teir ikki eru eins væl fyri, sigur Ester Poulsen, forkvinna í Vegleiðarafelag Føroya, við Skúlablaðið. Fleiri teirra, ið arbeiða sum vegleiðarar, hava skeið ella annað, soleiðis at teir kunnu arbeiða sum vegleiðarar. Men nógvir hava onga skúling í vegleiðing, skrivar Skúlablaðið. Hósdagin, tá Vinnunevndin hjá Løgtinginum var í ferð við at leggja síðstu hond á uppskotið hjá Høgna Hoydal um fiskivinnunýskipan, kom Høgni Hoydal við 24 broytingum, sum hann kallar tillagingar, í lógaruppskotinum. Hetta verður gjørt eftir fundir við Vinnunevndina og innanhýsis umrøðu, sigur Høgni Hoydal. Andstøðan vildi tí hava meira tíð til sín part av álitinum, men samgongan var liðug við sín part fríggjadagin. Tvístøðan um at signa borgaraliga vígd í fólkakirkjuni er eisini eitt málstríð. Í tænastuboðunum, sum biskupur gav í síðstu viku, stendur, at boðini steðga siðvenjuni, sum er at borgaraliga gift hinskynd pør eru signað á føroyskum við rituali, sum ikki er løggildað. Hetta er siðvenja, sum sóknarprestar hava brúkt í nógv ár. Einasta ritual í Føroyum hesum viðvíkjandi, sum er løggilt, er á donskum. Tað er frá 1938. Jógvan Fríðriksson, biskupur, hevur gjørt Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í kirkjumálum, varuga við, at nú tíggju eru liðin, síðani fólkakirkjan varð yvirtikin, brúkar kirkjan framvegis danskt. Tænastuboðini frá biskupi eru, at prestarnir kunnu signa hinskynd pør, sum eru borgarliga gift, á donskum. Og danska ritualið skal brúkast orðarætt. Einki frávik frá danska orðaljóðinum er loyvt, heldur eingin leyslig umseting av ritualinum til føroyskt. Vígd samkynd kunnu ikki signast, tí einki ritual er. Biskupur heldur, at borgarliga gift hinskynt, har bæði eru limir í fólkakirkjuni, hava rætt til signing á donskum, um tey vilja tað. Men er bara annað limur í fólkakirkjuni, kann sóknarpresturin bera seg undan at signa tey. Tá tað er sagt, heldur biskupur, at tað er at gera mun á fólki bara at signa hinskynd og ikki samkynd, tað er diskriminatión, heldur hann. Biskupur mælir tí sóknarprestunum til í minst møguligan mun at nýta danska ritualið til at signa borgarliga vígd, altso til at signa borgaraliga vígd yvirhøvur. Vit hoyra bókina Lat eisini meg. Halldóra Dam hevur skrivað. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2013. Eyð Berghamar Jacobsen lesur. Vit hoyra bókina Lat eisini meg. Halldóra Dam hevur skrivað. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2013. Eyð Berghamar Jacobsen lesur. Vit hoyra bókina Lat eisini meg. Halldóra Dam hevur skrivað. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2013. Eyð Berghamar Jacobsen lesur. Vit hoyra bókina Lat eisini meg. Halldóra Dam hevur skrivað. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2013. Eyð Berghamar Jacobsen lesur. Vit hoyra bókina Lat eisini meg. Halldóra Dam hevur skrivað. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2013. Eyð Berghamar Jacobsen lesur. Vit hoyra bókina Lat eisini meg. Halldóra Dam hevur skrivað. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2013. Eyð Berghamar Jacobsen lesur. Vit hoyra bókina Lat eisini meg. Halldóra Dam hevur skrivað. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2013. Eyð Berghamar Jacobsen lesur. Vit hoyra bókina Lat eisini meg. Halldóra Dam hevur skrivað. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2013. Eyð Berghamar Jacobsen lesur. Vit hoyra bókina Lat eisini meg. Halldóra Dam hevur skrivað. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2013. Eyð Berghamar Jacobsen lesur. Vit hoyra bókina Lat eisini meg. Halldóra Dam hevur skrivað. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2013. Eyð Berghamar Jacobsen lesur. Vit hoyra bókina Lat eisini meg. Halldóra Dam hevur skrivað. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2013. Eyð Berghamar Jacobsen lesur. Eg dugi ikki at siga tær akkurát, hvat tað var, sum hendi. Vit leita eftir tí brekinum, red. fyri at finna útav, hvat tað var, sigur Jón Nielsen, deildarleiðari á Rakstardeildini hjá SEV. SEV leitar í løtuni eftir brekinum á SEV verkunum, men um tað er har, brekið er, ber ikki til at siga í løtuni, segði Jón Nielsen við útvarpið fyri løtu síðani. Øll fólk, sum hava mist streymin í løtuni, skuldu fingið streymin aftur í seinasta lagi um hálvgum tólv tíðina sambært deildarleiðaranum á Rakstrardeildini hjá elfelagnum, SEV. Paulina Winther greiðir frá, hvørjar bøkur eru væl umtóktar í summar, hvørjar eru best seljandi í ár, og hvørjar bøkur ferðafólki dámar best. Eisini er vaksandi áhugi fyri føroyskum mállærubókum á heimasíðuni hjá H.N. Jacobsens bókhandli, ið verða seldar kring allan heimin. Streymurin er farin fyri partar av Havnini, Suðurstreymoy, Sandoy og Hest. Orsøkin er spenningstrupulleikar. og harvið eru tveir motorar á Sundi koplaðir av netinum. Arbeitt verður í løtuni við at fáa streymin aftur sum skjótast, væntandi umleið klokkan 12 10 Tað skrivaði SEV á heimasíðuni, sev.fo, um middagsleitið. Øll fólk, sum hava mist streymin í løtuni, skuldu fingið streymin aftur í seinasta lagi um hálvgum tólv tíðina, segði Jón Nielsen, deildarileiðari hjá SEV, við útvarpið um 11 tíðina. SAS umhugsar at seta nýggj flogfør at flúgva til Føroyar. Tað sigur Mariam Skovfoged, kunningarstjóri hjá SAS, við heimasíðuna check. Í mai og juni noyddist flogfarið tríggjar ferðir at venda aftur til Keypmannahavnar og tvær ferðir vóru ferðirnar avlýstar, orsaka av vánaligum floglíkindum. Tað svarar til 8,2 prosent av øllum túrum í tíðarskeiðnum. Kappingarneytin Atlantsflog hevði ikki somu trupulleikar av veðrinum. Bert ein av teimum 150 túrunum hjá Atlantsflog sama tíðarskeið, eydnaðist ikki at lenda. Regulariteturin hjá SAS fyrstu tveir mánaðir, tað vil siga í mars og í apríl, er enn verri, samanborið við regularitetin hjá Atlantsflog, skrivar heimasíðan. Tað er nýggjasta tøknin hjá Airbus, skipanin RNP AR 0,1, sum ger munin. Øll flogførini hjá Atlantsflog hava tøknina, meðan einans nýggjastu Airbus A320neo flogførini hjá SAS hava hesa skipan. Og tað eru hesi flogførini, ið SAS nú umhugsar at seta í fasta flúgving á føroyaleiðini. SAS hevur higartil ikki sett føst flogfør burturav at flúgva til Føroyar. Talið av ferðafólkaum, sum fara um Vága Floghavn, heldur fram at vaksa. Meira enn 36.000 ferðafólk komu og fóru um Vága Floghavn í juni í ár, samanborið við góð 29.000 ferðafólk í juni í 2016. Tað eru 24,6 prosent samanborið við juni í fjør. Higartil í ár eru 149.272 ferðafólk komin og farin um flogvøllin, tað eru gott 18.000 fleiri, enn somu tíð í fjør, skrivar Vága floghavn á heimasíðuni . Floghavnin roynir at menna umstøðurnar við flogvøllin fyri at fylgja við vøkstrinum í ferðafólkatalinum. Parkeringsøkið verður í løtuni útbygt, og seinni í hesum mánaðinum væntar Vága Floghavn at kunna hýsa 820 bilum á parkeringsøkinum við flogvøllin. Tá ið parkeringsøkið er liðugt, skulu lonir byggjast út á parkeringsøkið, soleiðis at fólk í mest møguligan mun kunnu koma til og frá bilinum uttan at gerast vát. Hetta arbeiðið verður væntandi liðugt í novembur í ár, sigur Vága Floghavn. Í sendingini Summarmorgun spyrja tey hesa vikuna rithøvundar, hvat teir lesa í summarfrítíðini. Aftrat hesum lesa rithøvundarnir eitt brot úr bókini. Tónleikarin Benjamin Petersen, hvørs nýggjasta verkætlan rópast Son of Fortune, gav fyri tíggju árum síðani út fløgu, sum er munandi øðrvísi enn tað slagi av tónleiki, vit seta hann í samband við í dag. Eitt av løgunum endaði sum eyðkennislag hjá morgunsendingini. Tað vóru Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis og vinnumálum, og Ole Birk Olesen, danskur samferðslumálaráðharri, ið skrivaðu undir. Semja er um, at føroyskir myndugleikar, ætlandi frá 2018, fara at røkja ávísar uppgávur á loftferðsluøkinum, ið danir varða av, sæst í skrivi frá Uttanríkis og vinnumálaráðnum . Somuleiðis er semja um, at landsstýrið kann gera av, hvør frameftir skal veita tænastur í sambandi við inn og útflúgving úr Føroyum. Talan er um tænastur, sum í dag verða røktar av danska felagnum Naviair. Partarnir eru at enda samdir um, at spurningurin um eitt sjálvstøðugt loftferðsluøki, har Føroyar veita tænastur til flogfør, sum flúgva yvir Føroyum, verður tikin upp við ICAO, ið er altjóða loftferðslufelagsskapur. Poul Michelsen fer í næstum at leggja uppskot fyri landsstýrið um, hvussu viðkomandi partar í Føroyum leggja arbeiðið til rættis frameftir, stendur í tíðindaskrivinum frá Uttanríkis og vinnumálaráðnum. Eitt heitari veðurlag, orsaka av veðurlagsbroytingum, ger, at tað verður ov heitt hjá summum sjófuglum, sum kjógva og skúgvi, at reiðrast í Føroyum, sigur Sjurður Hammer, fuglafrøðingur. Júst hetta dato er valt, tí tað var tann 3. juli i 1844, at tann seinasti gorfuglurin varð sæddur á lívið. Í dag er gorfuglurin ímyndin av, hvussu illa tað kann ganga, um sjófuglur verður veiddur uttan fyrilit. Tað hevur týdning at verja og kanna sjófuglin, tí hann er eitt barometur fyri heilsuna í heimshøvunum, sigur Sjúrður Hammer, fuglafrøðingur. Andstøðan, sum hevur meirlutan í Vinnunevndini, mælir staðiliga frá at samtykkja uppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, um fiskivinnunýskipan. Andstøðan undrast í álitinum á, at aðalstórin í Fiskimálaráðnum ikki hevur verið við til hoyringar. Í álitinum skrivar meirlutin í Vinnunevndini Aðalstjórin í Fiskimálaráðnum hevur av einhvørjari orsøk ikki verið við til hoyringarnar. Tað er sera óvanligt í so stórum og týðandi málum og kann neyvan góðtakast. Og tað barst eisini stjóranum í Vørn frá at vera við. Her er talan um embætisfólk, sum skulu umsita skipanina, um hon verður samtykt. Víðari stendur í álitinum Tað eru tí nógvir spurningar um avleiðingar av uppskotinum, sum meirilutin í nevndin metir seg ikki hava fingið nøktandi svar upp á, og meta vit tí uppskotið als ikki vera búgvið at samtykkja. Minnilutin í Vinnunevndini, tað eru samgonguumboðini, mælir til at samtykkja uppskotið. Men minnilutin hevur ymiskar broyingar til uppruna uppskotið. Millum annað verður skotið upp, at parturin av veiddum fiski, ið skal bjóðast út, verður øktur upp í 25 . Eisini skjýtur minnilutin upp, at í minsta lagi 25 av botnfiskinum, sum verður veiddur í føroyskum sjóøki og á fjarleiðum, verður førdur heilur við høvdi til lands í Føroyum. Eisini mæla samgonguumboðini til, at tá inntøkurnar frá tilfeingisgjaldi og líknandi inntøkum eru høgar, eigur partur av inntøkunum at verða settar í konjunkturjavnandi búskapargrunn. Eingin onnur viðgerð av uppskotinum um fiskivinnunýskipan verður í morgin. Tingfundurin byrjar klokkan 11, men onnur mál eru á skrá, áðrenn fiskivinnunýskipanin kemur fyri. Løgmaður vil hava landsstýrismannin í fiskivinnumálum at taka øll neyðug stig til tess at fáa viðurskiftini í rættlag, boðar løgmaður frá í morgun á heimasíðuni hjá Løgmansskrivstovuni. Løgmaður hevur nú gjøgnumgingið frágreiðingina hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum og mett um málið út frá eftirlitsskyldu síni sambært 33 í stýrisskipan Føroya. Hann hevur bæði mett um málið rættarligt og politiskt. Um rættarliga partin skrivar løgmaður, sambært heimasíðuni hjá Løgmansskrivstovuni Mett verður ikki, at rímilig grund er at halda, at tú hevur framt brot á 5 í løgtingslógini um landsstýrismannaábyrgd, av tí at tú ikki hevur verið beinleiðis uppí avgerðunum um at flyta veiðuloyvi, men at avgerðirnar eru tiknar av embætisverkinum. Heldur ikki verður mett, sum málið nú er upplýst, at rímilig grund er at halda, at tú hevur forsømt eftirlitsskyldu tína eftir landsstýrismannaábyrgdarlógini 4, eins og tað heldur ikki er rímilig grund at halda, sum málið higartil er upplýst, at tú hevur sagt ósatt fyri løgtinginum ella, at tú hevur tagt við upplýsingum, sum eru av stórum týdningi fyri tingsins meting av málinum, skrivar løgmaður millum annað. Eg havi í tíni frágreiðing eisini fest meg við, at tú í tíni eftirmeting av tilgongdini og fyrisitingarligu mannagongdunum er komin eftir, at fleiri viðurskifti eru í tíni fyrisiting, ið ikki eru nøktandi, og at tú ert til reiðar at taka øll neyðug stig til tess at fáa hesi viðurskiftini í rætt lag. Víðari stendur Í fyrsta lagi at rætta mistøkini. Í øðrum lagi at eftirmeta fyrisitingina og fáa hana at virka til fulnar. Her hugsi eg eisini um, at tú verður at gera yvirskipaðar leiðreglur og mannagongdir fyri, hvussu flytingar av veiðuloyvum skulu umsitast, vísir løgmaður á. Øll í Fíggjarnevndini uttan Jacob Vestergaard mæla til at lata pengarnar, sum Mentamálaráðið hevur biðið um. Jacob Vestergaard mælir Løgtinginum frá at játta fleiri pengar nú. Størri parturin, 87 milliónir, skal brúkast í sambandi við garðarrættarmálið millum Landsverk og Sp f TG Verk og tryggingarfelagið AXA. Vinnur Landsverk tað málið, væntar Mentamálaráðið at fáa flestu pengarnir aftur í landskassan. Men Landsverk noyðist at leggja pengarnar út nú. Tí annars steðgar byggingin í september. 26,5 milliónir krónur skulu brúkast til flagtekju og undirvísingaramboð til tekniska skúla í Glasi. Samanumtikið verður Løgtingið nú biðið um 113,5 milliónir afturat til byggingina í Marknagili, so kostnaðurin kemur upp í 636,5 milliónir krónur. Men av tí annar teirra er farin til sjós, bar ikki til at hava rættarfundin í dag. Menninir vórðu tiknir somu nátt, sum eldur var í fyri skjótt einum ári síðani. Tórshavnar kommuna átti húsið, sum vanliga varð rópt AA húsið, tí AA felagsskapurin hevði sínar fundir har. Húsið á Tinghúsvegnum í Havn er nú tikið niður. Í sendingini Summarmorgun spyrja tey hesa vikuna rithøvundar, hvat teir lesa í summarfrítíðini. Aftrat hesum lesa rithøvundarnir eitt brot úr bókini. Annar rithøvundurin í røðini at viðmæla og lesa er Sigri M. Gaini. Hon fer at lesa Endestation Europa, ið er samrøðubók, danski journalisturin Adam Holm hevur gjørt. Lagið er lætt, men teksturin syrgin. Rooftop varð skrivaður í 1997 og Jógvan Hansen, forsangari í bólkinum Aria, sum spældi sangin, heldur, at sangurin er av slíkum slagi, at hann hevði verið eitt hitt uttan mun til hvar hann kom út. Hóast Fíggjarmálaráðið hevur reglur, sum siga, at tá tað almenna keypir fyri meira enn 50.000 krónur skal tað biðja um í minsta lagi tvey tilboð. Tá Landsbankin skuldi seta stjóra og hevði brúk fyri ráðgeva til tess, varð bara einans fyritøka biðin um tilboð. Tað kostaði 90.500 krónur uttan meirvirðisgjald at seta stjóran. Metis í Sandvík varð biðið um at søkja eftir stjóra til Landsbankan. Sambært Skrásetingini er endamálið hjá tí felagnum at reka virksemi við ráðgeving og virksemi í sambandi við veiting og tænastur í ferðavinnuni. Sambært Landsbankanum kostaði ráðgevingin 46.000 krónur og lýsingarnar 43.000 krónur. Fíggjarnevndin mælir til at geva Landsverki 113,5 milliónir krónir meira til Glasir. Kostnaðurin fyri skúladepilin í Marknagili kemur sostatt upp á 636,5 milliónir krónur. Tað eru 245 milliónir krónur meira, enn Løgtingið játtaði í 2008, tá avgjørt varð at byggja skúladepilin í Marknagili. Í august í fjør bað Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, um 13,4 milliónir krónur til hitaskipanina, sum eisini varð spard burtur í upprunauppskotinum. Nú hevur landsstýrskivnnan biðið um 87 milliónir krónur, sum skal gera tað møguligt at fáa Glasir lidnan eitt sokallað útlegg til byggiharran, sum landið kanska kanska ikki fær aftur, alt eftir hvussu sakarmálið millum byggiharran, Landsverk, og arbeiðstakaran, TG Verk, endar. Haraftrat vil landsstýriskvinnan hava 26,5 milliónir krónur til flagtekju og undirvísingaramboð til tekniska skúla í Glasi. Øll í Fíggjarnevndini uttan Jacob Vestergaard mæla til at lata pengarnar, Mentamálaráðið hevur biðið um í hesum umfarinum. Trupulleikarnir við verkætlanini byrjaðu beinanvegin. Fyrst var spurningurin hvussu verkætlanin skuldi bjóðast út vinnuhúsið vildi hava at arbeiðið var boðið út í smáum, so føroyskar fyritøkur kundu fáa part av arbeiðinum hóast hetta setti munandi hægri krø vtil leiðsluna av verkætlanina. Endin var at arbeiðið var boðið út í 9 undiruppgávum, men tilboðini komu inn vóru tey 155 milliónir krónur dýrari enn tað, sum Løgtingið hevði játtað. Heldur enn at sleppa ætlanunum fór Landsverk undir eina spariætlan saman við arkitektinum og 90 milliónir krónir vórðu skornar av budgettinum. Eitt nú varð flagtakið og 20 prosent av glasveggunum spart burtur. Harumframt var funnið bíligari tilfar til gólv, veggir og loft og funktionalitetir sum ventilatión og streymboksir vórðu broyttar ella spardar burtur. Fleiri av sparingunum koma nú afturíaftur eitt nú hitaskipanin, sum Rigmor Dam bað Løgtingið um pening til í august í 2016 og flagtekjan, sum nú verður játtað. Samanumtikið verður Løgtingið nú biðið um 113,5 milliónir afturat til byggingina í Marknagili, so kostnaðurin kemur upp í 636,5 milliónir krónur. Minnilutin í Fíggjarnevndini, Jacob Vestergaard, mælir Løgtinginum frá at játta fleiri pengar nú. Tað verður ikki í august, at Eystari landsrættur fer at viðgera málið hjá kommunulæknanum, sum í Føroya rætti er dømdur fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á níggju kvinnur í sambandi við læknakanningar. Málið er útsett. Eystari landsrættur hevði annars sett av fimm rættardagar, frá 17. til 23. august í ár. Orsøkin til útsetingina er, sambært ákæruvaldinum, at kommunulæknin hevur fingið sær nýggjan advokat, sum er danskur. Hann hevur sent rættarlæknaráðnum nakrar spurningar um málið. Nakrar læknaligar kanningar av skaðanum, sum kommunulæknin hevði í hondini, skulu eisini gerast aftur at teimum, sum vórðu gjørdar, áðrenn málið var í Føroya rætti. Málið skal kannast meira, og tað verður ikki liðugt í august. Tí er málið útsett. Eystari landsrættur er aftur í Føroyum um mánaðaskiftið oktober november. Enn er óvist, um málið kemur á rættarlistan tá. Kommunulæknin fekk hálvt annað ára fongsulsrevsing í Føroya rætti. Harumframt misti hann læknaloyvið og skal rinda øllum kvinnunum endurgjald. Hann gjørdi alt fyri eitt av at skjóta dómin inn fyri Landsrættin við kravi um frídøming. Ákæruvaldið krevur harðari revsing og størri endugjald. Vit hoyra søguna Gummi Tarzan. Ole Lund Kirkegaard skrivaði og Pauli Nielsen týddi til føroyskt. Erling Eysturoy lesur og Jan Zachariasen var tøkningur. Vit hoyra søguna Gummi Tarzan. Ole Lund Kirkegaard skrivaði og Pauli Nielsen týddi til føroyskt. Erling Eysturoy lesur og Jan Zachariasen var tøkningur. Men hóast verkætlanin er steðgað upp, so hevur ein fyrrverandi næmingur endurreist akvariums drívhúsið á sínum arbeiðsplássi í skúlanum við Løgmannabreyt. Vit hoyra søguna Gummi Tarzan. Ole Lund Kirkegaard skrivaði og Pauli Nielsen týddi til føroyskt. Erling Eysturoy lesur og Jan Zachariasen var tøkningur. Nú verður vindorka boðin út í Suðuroynni, skrivar Umhvørvisstovan á heimasíðuni. Tað er Orka á Umhvørvisstovuni sum lýsir eftir umsøkjarum til at framleiða el úr vindorku í haganum, Heimari Partur, í Porkeri. Ari Johannesson, ráðgevi á orku, sigur at av tí at elkervið í Suðuroynni er fyri seg, er ætlanin at seta í mesta lagi seks vindnmyllur upp, so samlaða elveitingin frá myllunum verður í mesta lagi 6 megawatt. Eitt vatnorkuverk er í Botni í Suðuroynni, og ætlanin er at nýta ein part av elinum frá vindmyllunum til eina pumpuskipan í Botni. Í boðunum frá orku verður sagt, at Umhvørvisstovan kann velja ikki at veita nakað loyvi og kann somuleiðis velja at veita eitt loyvi, sum er minni enn seks megawatt. Ætlanir eru eisini um, at bjóða elorku úr vindi út norðan fyri. Vónandi verður tað í heyst, um øll loyvir eru fingin til vega, upplýsir Ari Johanneson. Umsóknarblað fæst á Orku á Umhvørvisstovuni, har nærri treytir fyri at kunna søkja eru lýstar. Freistin, at søkja um loyvi at nýta vindin í Suðuroy, er 15. november. Fleiri halda ikki, at talan var um eina langtrøkkandi rakett, men fleiri serfrøðingar sum franska tíðoindastovan, AFP, hevur tosað við, siga seg halda, at rakettin kundi rokkið málum í Alaska. Suðurkorea sigur vera farið undir at kanna, hvat slag av rektt talan var um. Leiðarin í Norðurkorea, Kim Jong un, var við til royndina og hann fegnaðist eftir at rakettin varð send, upplýsti sjónvarpið í Pyongyang. Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur gjørt viðmerkingar til tíðindini á Twitter, her hann spyr um norðurkoreanski leiðarin ikki hevur annað at gera, enn at hyggja eftir rakettum. Sanna Hansen er ein av teimum fáu ljósmøðrunum, sum ikki eru blivnar sjúkrameldaðar enn. Men hon hevur longu sjúkueyðkenni, sum týða á strongd. Tað ávirkar mín svøvn, tí hendan støðan er so ørkymlandi. Eg liggi vakin onkrar nætur, og so eri eg illa uppløgd, sigur hon við Kringvarp Føroya á føðideildini í dag. Í gjár blivu tvær ljósmøðrar sjúkrameldaðar, so talið nú er 16 sjúkrameldaðar ljósmøður. Hetta ber við sær, at Sanna Hansen noyðist at arbeiða saman við avloysarum, sum ikki kenna føroysku arbeiðsgongdirnar og tørva hjálp, til tess at fáa arbeiðsdagin at ganga upp í eina hægri eind. Í gjár var ein akuttur keisaraskurður. Avloysarin megnaði ikki at loysa hesa uppgávu, tí hon ikki hevði roynt tað áður. Tað er tyngjandi fyri okkum, sigur hon. Sanna Hansen hevur arbeitt sum ljósmóður í 29 ár á Landssjúkrahúsinum. Hon hevur ongantíð áður upplivað, at arbeiðsumhvørvið hevur verið so keðiligt. Arbeiðseftirlitið hevði reglugligt eftirlit við ammoniaktangunum á Varðanum Pelagic, sigur stjórin Leivur Perrson. Men einki skjal finst, ið kann skjalprógva at løggildugt eftirlit hevur verið. Tær báðar mála dagsins samfelag og fremmandir heimar, tó er stílurin hjá Lailu og Miu ógvuliga ymiskur. Tær sýna sína list fram saman undir heitinum Normar, og framsýningin kann vitjast í eina viku. Vit borðreiða við amerikonskum mati, lýsa amerikanska samfelagið, seta orð og tónar á amerikanskan tónleik, og hugleiða um risastórar amerikanskar bilar. Tú kanst hoyra sendingina her Undantakið fyri íslendingar kann verða eitt hol í skipanini, sum ger, at aðrir útlendingarnir eisini kunnu sleppa framat um teir fáa adressu í Íslandi. Ein, ið undrast, er Kaj Leo Holm Johannesen úr Sambandsflokkinum. Tað kunnu altíð henda feilir í eini umsiting, men í hesum førinum visti landsstýrismaðurin, at slíkar avgerðir vóru ólógligar sambært tí umboðsmaðurin hevur sagt í einum líknandi málið, sigur Jacob Vestergaard við heimasíðuna, in.fo Landsstýrismaðurin hevur eisini biðið um at verða kunnaður, ikki tá avgerðir eru tiknar um flytingar, men tá umsóknir komu um flytingar. Tí hevur hann blandað seg so nógv í málið, at hann de facto er tann, ið umsitur málið, sigur Jacob Vestergaard Hinir floksformenninir í andstøðuni hava fingið í boði at verða við í misálitnum, men hava enn ikki tikið støðu. 2. viðgerð av fiskivinnunýskipanini er í løgtinginum í dag. Sambært skránni byrjar løgtingsfundurin klokkan 10. Verður misálit lagt fram móti Høgna Hoydal, er tó ikki vist, at fiskivinnunýskipanin kemur til viðgerðar í dag, tí sambært tingskipanini, so ruddar eitt misálit skránna og verður viðgjørt beinanvegin í tinginum. Endamálið við kunngerðini er fyrst og fremst at avmarka svávuldioxid í roykinum frá skipum. Krøv verða sett um, hvussu nógv svávul kann vera í brennioljuni hjá skipum. Harafturat eru reglur um at brenna burturkast á skipum. Umhvørvisstovan hevur gjørt uppskotið um kunngerð fyri Innlendismálaráðið. Við kunngerðini fara Føroyar at hava somu reglur um svávuldioxid frá skipum sum grannalondini hava. Hoyringarfreistin er til 1. september. Útlendsk skip liggja millum oyggjar í Føroyum, meðan tey bíða eftir farmi, tí her sleppa tey at dálka meira enn í Danmark til dømis. Arbeiðsloysið í ES er støðugt, og var 7,8 prosent í mai, tað sama sum í apríl. Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni í ES. Yvir 19 milliónir fólk høvdu ikki arbeiði, upplýsir hagstovan. Arbeiðsloysið í ES er kortini tað lægsta síðani í 2008. Frægast stendur til á Malta og í Týsklandi, har arbeiðsloysið var undir trý prosent í mai. Ringast stendur til í Grikkalandi, har arbeiðsloysið er omanfyri 22 prosent. Í Evrulondunum var arbeiðsloysið góð níggju prosent í mai, tað sama sum í apríl. Kravið var, at sangurin skuldi vera einfaldur og lættur at læra at spæla hjá yngra ættarliðnum. Unn Patursson tók upp avbjóðingina og setti sær fyri, at talan skuldi vera um ein glaðan sang. Í sendingini Summarmorgun spyrja tey hesa vikuna rithøvundar, hvat teir lesa í summarfrítíðini. Oddfríður Marni Rasmussen og Sigri M. Gaini hava greitt frá og lisið upp mánadagin og týsdagin, í dag var tað Vónbjørt Vang, rithøvundur og varaleiðari á Býarbókasavninum í Havn. Tað hevur ES samtykt, og Danmark tekur undir við átakinum, sigur danski ráðharrin, Inger Støjberg. Endamálið við átakinum er at forða fyri at víðgongdir islamistar koma um markið og inn í Europa. Higartil hava tað verið borgarar úr sonevndum triðjalondum, sum eru kannaðir gjølla, men í framtíðini skulu eisini borgarar í ES londunum kannast gjølla, hvørja ferð tey koma inn í ES. Orsøkin er, at víðgongd fólk, sum eru borgarar í ES, seinastu árini eru farin til onnur lond at virka saman við víðgongdum felagskapum, sum standa á listanum fyri yvirgangsfelagskapir. Síðani eru tey komin aftur til ES, uttan at hava verið kannað nærri enn fólk vanliga verða. Nýggju reglurnar skulu forða fyri, at hesi fólkini ótarnað kunnu koma aftur til ES londini. Hvørja ávirkan herdu reglurnar fara at hava, er ikki greitt, men roknað verður við, at fólk mugu hava betri tol, tá tey skulu við flogfari, tí bíðitíðin í floghavnunum kann gerast liongri enn nú. Eingin veit at siga í løtuni, um fiskivinnunýskipanaruppskotið og fleiri onnur mál verða viðgjørd í dag. Tá Løgtingsfundurin var settur, vóru tvær 3. viðgerðir, sum vóru fyrst á dagsskránni, avgreiddar í skundi. Síðani boðaði Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, frá, at restin av dagsskránni var avlýst og fundurin liðugur. Tað tók týðiliga tingfók á bóli. Fundurin var ikki niðurlagdur, sum vanligt er, og einki var sagt um nýggjan fund seinni í dag. Alíkavæl so vóru tingfólk verandi í salinum og prátaðu. Í skrivandi stund er ógreitt, hvat hendir við fiskivinnunýskipanaruppskotinum. Tingformaður Páll á Reynatúgvu fór uttan at gera viðmerkingar úr tingsalinum og inn í tann partin av tinginum, har fjølmiðlar ikki hava atgongd. Teir hava allir hvør í sínum lagi spælt við ymiskum bólkum í nógv ár, og saknaðu nú venjingarhølini og at spæla tónleik. Úrslitið gjørdist bólkurin Amokk og fyrsta útgávan kom út fríggjadagin. Hardcore kalla teir tað, níggju ensk løg og trý føroysk, har Ragnar Davidsen úr Swangah er við á einum og Niels Uni Dam úr MC Hár á hinum. Mikkjal Gaard Hansen, sang, og Magnus Leander Ovason, gittar, vitjaðu í Summarmorgni týsmorgunin og greiddu frá Amokk, umframt at løgini Tómar tunnur og munndiarr og Mammon vórðu spæld. Nú Løgtingið er farið í summarfrí, detta øll trý uppskotini um fiskivinnunýskipan burtur. Men ikki bara tey. Eisini onnur mál blivu ikki avgreidd í hesari tingsetuni. Teirra millum játtanin til havrannsóknarskipið og til Glasir. Atkvøðast skuldi um tey í dag. Arbeiðið upp á Glasir stegðar, um pengarnir, sum biðið er um afturat, ikki eru komnir í september. Biðið er um 113,5 milliónir krónur afturat til byggingina í Marknagili. Uppskotið um eykajáttan fyri mai dettur eisini burtur. Millum annað 800.000 krónur til U21 landsliðíð hjá monnum í handbólti, sum skal til endaspælið í HM kappingini í Algeria nú í juli. Atkvøðast skuldi eisini um tað í dag. Fíggjarnevndin tók nógv burtur úr tí uppskotinum alt tað, sum nevndin helt kann bíða til næstu tingsetu, sum byrjar ólavsøkudag. Sonja Jógvansdóttir ætlaði, at 1. juli í ár skuldi bann setast fyri øllum mismuni á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Øll skuldu viðgerast eins. Tað er kjarnin í umfatandi lógaruppskoti, sum Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna, legði fram í mars. Men tað verður av ongum. Rættarnevndin fekk uppskotið 21.mars, men skrivaði ikki álit um tað. Uppskotið um at seta meira partapening í Fiskaaling dettur eisini burtur, nú Løgtingið er farið í summarfrí. Nú er greitt, at dagbøturnar verða av ongum. Tí Mentamálaráðið hevur fingið alt tilfarið, sum tað vildi hava um málið, sum trætan er um. Kommunan fekk tó loyvi frá Pedagogfelagnum, har sum uppsøgdu fólkini eru limir, at geva Mentamálaráðnum partsinnlit í skjølini um málini hjá teimum báðum uppsøgdu. Býráðslimirnir í Havn skuldu fáa dagbót, 300 krónur um dagin hvør, til Mentamálaráðið fekk tilfarið, sum tað bað um í kærumálunum. Tað tilfarið hevur Mentamálaráðið fingið, sigur Poul Geert Hansen, aðalstjóri. Ráðið viðger nú kærurnar, sigur hann. Býráðið í Havn hevur tó ikki slept málinum ella viðurkent sjónarmiðið hjá Mentamálaráðnum. Býráðið ætlar framvegis í samstarvi við Kommunufelagið at stevna Mentamálaráðnum við kravi um, at tað verður dømt at viðganga, at Tórshavnar kommuna ikki er undirskipaður myndugleiki hjá Mentamálaráðnum í starvsfólkamálum sambært dagstovnalógini. Í Fíggjarmálaráðnum siga tey, at tey enn ikki eru liðug at viðgera málið um fíggjarliga sambandið millum Vágs kommunu og ávikavist Páls høll og Marghøllina. Hetta verður væntandi greitt nakað eftir summarfrítíðina. Páls høll fær tað ikki at mala runt fíggjarliga. Nú hevur Vágs býráð samtykt at játta høllini 500.000 krónur aftrat í eykajáttan fyri at hjálpa upp á raksturin. Býráðið samtykti játtanina við aðru og endaligu viðgerð á fundi í farnu viku. Í mai sendi Páls høll kommununi eina fíggjarætlan, sum vísti, at raksturin hongur ikki saman. Høllin manglar millum 65 90.000 krónur í rakstrarinntøkum um mánaðin fyri at Páls høll skal hvíla í sær sjálvum. Umsitingin mælti til, at leigan, sum kommunan rindar til høllina, verður hækkað við 100.000 krónum um mánaðin frá mai og til og við september. Eisini mælir umsitingin til, at bókhaldið hjá Páls høll verður avgreitt av Vágs kommunu. At ein eftirmeting skal gerast av leigusáttmálanum á fíggjarnevndarfundi í september. Og hesum tók eitt eitt einmælt býráð undir við á fundi 8. mai og so aftur á fundinum í farnu viku. Sostatt fær Páls høll 500.000 krónur aftrat frá Vágs kommunu. Frammanundan rindar kommunan 500.000 krónur um árið til leigu, og letur eisini 300.000 krónur um árið í stuðuli. Og grundstykkið, sum annars hevði kostað uml 56.000 krónur árliga at leiga, fær Páls høll fyri onki. Fíggjarmálaráðið kannar í løtuni fíggjarliga sambandið millum Vágs kommunu og Páls høll. Ráðið bað fyrr í ár kommununa svara fleiri spurningum um Páls høll og eisini um marghøllina hjá Vágs Ítróttarráð. Í svarunum kemur fram, at skattgjaldarin rindar fitt av pengum til Páls høll og marghøllina. Vágs kommuna hevur goldið 22 av tí, sum tað kostaði at byggja Páls høll. Frá 17. september 2015 til fyrst í mai í ár hevði kommunan játtað 2,4 milliónir krónur til rakstur. Og nú hevur kommunan so játtað enn meira sum rakstrarstuðul. Dennis Holm, borgarstjóri í Vági, vil ikki gera bandaða samrøðu um stuðulin til Páls høll í dag. 14 nótaskip og ídnaðarskip fiskaðu 70.297 tons i ein mánað. Fagraberg fiskaði mest 8.075 tons. Jupiter fiskaði næstmest, 7.955 tons. Niðast í yvirlitinum er Norðhavið við 1.088 tonsum. Nógv umrøddu skipini Næraberg og Slættaberg eru eisini við í yvirlitinum hjá Vørn. Páll á Reynatúgvu, tingformaður, heldur, at ov nógv ivamál vóru í uppskotinum hjá Høgna Hoydal um fiskivinnunýskipan. Tí valdi hann at senda Løgtingið í summarfrí í dag. Jón Nielsen, tøkniligur leiðari á SEV, sigur, at trupulleiki var við eini køliskipan. Trygdarskipanin boðaði frá trupulleikanum og sløkti fyri øllum streymi. Tað gekst væl at halda eina grind til í Hvannasundi beint eftir døgurða í dag, men tað sama kann ikki sigast um ferðsluna. Ferðsluruðulleiki valdar í løtuni. Tað er ferðsluruðuleiki av tí allarfúlasta. 2 300 metrar frá tunnilsmunnanum standa bilar, segði Karl Johansen, sýslumaður í Norðoyggjum, við útvarpið klokkan 17. Sýslumaðurin í Norðoyggjum er ein av teimum mongu, ið má brynja seg við toli, sum hvørki sleppur aftur ella fram í løtuni, nú ferðsluruðulleiki er í Hvannasundi eftir grindadrápið. Løgreglan fer nú at royna at fáa glið á aftur ferðsluna í Hvannasundi og har um leiðir eftir grindadrápið. Grindin, sum legði beinini seinnapartin, var umleið 60 hvalir. Men barnakonur kenna seg ótryggar og óttafullar. Ein teirra er 24 ára gamla Barbara Rasmussen á Argjum, sum um stutta tíð skal eiga sítt næsta barn. Ljósmøðurnar sendu í apríl Heilsumálaráðnum eina kæru um arbeiðsviðurskiftini, um stjóran og bygnaðarbroytingarnar á ljósmøðraøkinum. Kæran er ikki liðugt viðgjørd enn í Heilsumálaráðnum. Til ber at leingja galdandi lóg í fimm ár. Tað stendur í lógini. Og í hesari tíngsetuni hevði Fólkaflokkurin eitt uppskot um at leingja galdandi fiskivinnulóg í trý ár, til 2021. Tað uppskotið er ikki viðgjørt í tinginum og er nú dottið burtur, tí Løgtingið er farið í summarfrí. Men uppskotið kann leggjast fram aftur í næstu tingsetu, sum byrjar ólavsøkudag. Síðani 1. juni í 2007 hava politikarar vitað, at øll veiðiloyvi fara úr gildi 1.januar 2018. 1.juni í 2007 varð lógin, sum sigur tað, endaliga samtykt í Løgtinginum. Nú eru tíggju ár liðin og fimm samgongur hava verið hesi árini. Men enn veit eingin, hvat hendir við fiskivinnuni á sjónum tann 1. januar 2018. Ein 41 ára gamal maður doyði av fallinum norðanvert í Svínagjógv frámerkt á kortinum sunnan fyri Saksun seinnapartin í gjár. Maðurin var svii, og fall sjálvur annar í gjónni. Hin maðurin, sum er 79 ára gamal, fekk stóran skaða av fallinum, skallabrot og beinbrot. Eisini hann er útlendingur. Hann býr í Danmark. Fallið var tíggju metrar. Vanlukkan hendi okkurt um 400 metrar frá landsvegnum. Politiið fekk fráboðan um hendingina stutt eftir klokkan hálvgum trý seinnapartin í gjár. Staðfest varð, at tann yngri maðurin var deyður, tá hann kom á Landssjúkrahúsið. Menninir, sum duttu oman, vóru í einum ferðalagi, sum taldi tíggju fólk. Fólkini, sum eru úr fleiri londum, eru plantufrøðingar og vóru í Føroyum eftir mosa. Menninir báðir gingu aftan fyri hini á veg oman aftur á landsvegin, so eingin sá, hvat hendi. Tað hevur metingarfyritøkan, Alphaliner roknað seg fram til, og hevur almannakunngjørt uppgerðina. Tað var serliga í samband við uppgerðina av bingjum, at tapið varð stórt, tí til bar ikki at skráseta bingjurnar í ymsu havnunum, sigur stovnurin. Samstundis siga eygleiðarar seg rokna við, at tað fer at taka langa tíð hjá Mærsk at fáa viðurskiftini í rættlag, tí felagið arbeiðir við minst 100.000 bingjum um dagin, og tí tekur ta tíð at fáa viðurskiftini í rættlag aftur. Fyri einum mánað síðani, varð Mærsk eisini rakt av telduvirus, men tá megnaði fyritøkan sjálv at loysa trupulleikan, skrivar business.dk. Tað er fyrstu ferð, at Føroyar eru vertir fyri kappingini, og Jón Bjarnason, venjari, gleðist um, at vit hava møguleikan at vera vertir. Hallur Joensen hevur starvast hjá Varðanum Pelagic, men nú er arbeiðsleysur. Hann var til arbeiðis tann dagin, eldur kom í og í Summarmorgni greiddi hann frá, hvussu hann upplivdi eldin. Mortan Vang, stjóri í MTV Byggivirkinum, ið stendur fyri uppruddingini av Varðanum Pelagic greiðir frá støðuni, nú tey hava ruddað síðani mánamorgun. Arbeiðið fer at taka tríggjar vikur, og síðani er óvist, hvussu langa tíð tað fer at taka at byggja virkið aftur. Løgreglan í týska býnum, Hamburg, fyrireikar seg til ógvusligan ófrið uppundir G20 toppfundin, sum verður í týska satórbýnum um vikuskiftið. Kendir leiðarar, sum Donald Trump, Vladimir Putin og Erdogan, forseti í Turkalandi koma til býin seinnapartin, og løgreglan er longu farin undir at fyrireika seg, tí minst 5.000 mótmælisfólk fara at gera vart við seg. Talan er um mótmælisfólk, sum ikki aftra seg við at bera vápn, skrivar The Guardian. Týski samveldiskanslarin, Angela Merkel, hevur longu heitt á mótmælisfólkini, ið streyma til býin, um at bera seg rætt at, og at mótmæla friðarliga. Løgreglan í týska býnum sigur seg longu hava lagt hald á hópin av knívum, og ymisk kemisk evni í dunkum, sum mótmælisfólkini høvdu við sær. Hermenn hava eisini fingið boð um at skipa lóg og landaskil, og verjumálaráðið hevur rátt teimum frá at vera í hermannabúna, fyri at sleppa undan óneyðugum harðskapi. Sangurin, sum Teitur gjørdi, tá hann var partur av bólkinum Mark No Limits, og sum seinni var við á útgávuni Poetry og Airplanes, hevur meiri enn nakar annar verið sangurin, sum hevur flutt hann fram á leið. Í Summarmorgni greiddi Teitur frá, hvat sangurin snýr seg um og at hann fer at spæla hann á G í summar, har hann hevur eina serliga Poetry og Airplanes konsert. Um kvøldið verður lagt frá landi við Norrønu til Danmarkar, haðani súkklast skal allan vegin til Paris, alt til frama fyri krabbameinstakt børn. Undan fráferðini gera súkklararnir ein túr hósdagin, har steðgað verður á ymsum støðum á leiðini úr Klaksvík til Havnar. Málið um rakettina, sum Norðurkorea royndarskjeyt fyrr í vikuni, er langt frá av, og nú hóttir USA við at nýta hermegi ímóti landinum, um Norðurkorea ikki makkar rætt. USA kennir seg hótt av, at Norðurkorea ferð eftir ferð royndarskjýtur rakettir, sum møguliga kunnu raka USA. Trygdarráðið hjá ST hevur samtykt, at Norðurkorea ikki skal fremja royndarspreingingarnar. USA fer at gera tað sum er neyðugt fyri at loysa málið, sigur Nikki Haley, sendikvinna hjá USA í ST. Landið er til reiðar at nýta allar møguleikar fyri at verja seg sjálvt og síni sameindu, gjørdi hon greitt mikukvøldið. Vit hava hermegi sum kann gera tað, men fyribils fara vit at halda fram við øðrum royndum, gjørdi hon greitt. Samstundis tosa USA og Frakland um at herða tiltøkini ímóti Norðurkorea, ST hevur samtykt. Men Rusland sigur seg vera ímóti harðari tiltøkum. Sama sjónarmið hevur Kina, sum ikki heldur at amerikanska trýstið á Norðurkorea fer at hava nakrar batar við sær. Tær neyðugu 14 undirskriftirnar eru komnar, og arbeiðssetningurin er skrivaður. Løgtingsformaðurin setur kanningarstjóra, sum plagar at vera ein óheftur løgfrøðingur. Andstøðan vil hava embætisførsluna yvirhøvur hjá Høgna Hoydal kannaða og serliga málið um veiðiloyvini hjá línuskipum, sum vórðu latin uppsjóvarskipum. Umboð fyri danska forsætismálaráðið og hollendsku sendistovuna hava verið á fundi um føroysku fiskivinnunýskipanina. Danmark fer ikki at blanda seg í føroysk mál, hóast danski forsætisráðharrin er samdur við støðu Hollands í málinum um fiskivinnunýskipanina. Tað vísir skjal, sum Kringvarpið hevur fingið innlit í. Hollendska sendistovan sendi fyrst í juni danska forsætismálaráðnum teldupost, har sagt var, at hollendska stjórnin var sera ørkymla um føroysku ætlaninar um fiskivinnunýskipan. 20. juni var fundur millum donsk embætisfólk og hollendska sendiharran. Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri, varð eftir fundin kunnað um innihaldið á fundinum. Boðskapurin hjá hollendska sendiharranum var, at hollendska vinnan og almennir mynduleikar eru sera illa við av uppskotinum hjá landsstýrisnum at seta forboð fyri útlendskum kapitali í fiskivinnuni. Serliga er tað eitt stórt hollendskt felag, sum hevur gjørt íløgur fyri áleið 450 milliónir krónir í 18 skip og eigur eitt uppsjóvarvirki. Hollendski sendiharrin staðfesti, at Føroyar hava heimild at seta slíkar reglur í gildi, men tað kemur sera illa við hjá teimum. Hesar reglur eru ikki í samljóði við evrpeiska mátan at arbeiða uppá, har holdningurin er, at opna meira upp fyri samhandli og samstarvi. Tað kemur eisini fram í telefonnotatinum hjá løgmansstjóranum, at sendiharrin heldur, at hetta kann koma at ávirka framtíðar fiskivinnusamráðingar við ES. Holland er jú partur av ES samráðingum. Og at seta slíkar reglur í gildi fer ikki at økja um good will kapitalin hjá Føroyum, stendur í notatinum. Sambært notatinum, so hava embætisfólkini í forsætismálaráðnum gjørt hollendska sendiharranum greitt, at Danmark ikki kann blanda seg í føroysk mál, hóast danski forsætismálaráðharrin var samdur við støðu Hollands í hesum máli. Kringvarpið hevur eisini biðið um innlit í samskifti við íslendska uttanríkisráðharran og føroyska uttanríkisráðið um fiskivinnunýskipanina. Føroyska uttanríkisráðið vil ikki lata innlit í samskiftið við íslendska uttanríkisráðharran Uttanríkisráðið vísir til, at talan er um uttanríkispolitisk áhugamál fyri Føroyar. Íslendsku mynduleikarnir hava eisini heitt á føroyska uttanríkisráðið, um ikki at lata alment innlit í samskiftið. Helgi Eidesgaard, søgufrøðingur, hevur skrivað bók um Havnar Arbeiðarafelag, fyrr Havnar Arbeiðsmannafelag, um tíðina undan felagið bleiv stovnað, fram til 100 ára haldið, sum var í 2016. Tað hevur verið ein spennandi ferð at leita eftir tilfari og myndum, sigur Helgi. Men eitt tað mest spennandi hevur verið, at finna søgur um skakandi hendingar, sum hava verið felagnum, og limunum, fyri. Leirvíkar Havn luttekur, saman við lokalum samstarvsfeløgum og trolbátum, sum hoyra heima har, í átakinum Ruskveiða. Burturkast, sum kemur í trolið, verður lagt uppá land, talt upp og beint burtur á tryggan hátt. Trolið umborð á trolbátinum Búgvanum er júst komið á dekkið. Væl av fiski er í. Teir hava roynt á landleiðini hendan túrin og væl hevur verið at fingið. Tó er ikki bara fiskur í trolinum. Í millum blonku fiskarnar er eisini nakað av burturkasti, mest plastinnpakningur og onkur metallutur. Ruskveiða, ella Fishing for Litter, er eitt átak, sum kommunali umhvørvisfelagsskapurin KIMO, Kommunenes Internationale MiljøOrganisation, samskipar í fleiri londum kring okkum. Tað er Kommunufelagið, sum umboðar KIMO í Føroyum. Átakið er bygt á, at trolbátar fáa ein serligan ruskposa umborð, sum burturkastið úr trolinum verður savnað í. Trolbáturin leggur síðani posan uppá land, innihaldið verður vigað og flokkað eftir ymsum sløgum av burturkasti og síðani beint burtur á tryggan hátt. Alt hetta uttan kostnað fyri trolbátin Tað kemur meir enn so fyri, at trolbátarnir Sigatindur, Jens Leon, Olga Maria og Búgvin fáa burturkast av ymsum slag í trolið. Fyri tað mesta smáar lutir, men eisini størri lutir, sum tarna fiskiskapinum. Trolið má tømast fyri burturkast og lutirnir takast við til lands, har teir verða lagdir upp í havnini í Leirvík. Jónsvein Joensen og Jóan Pauli Eyðsteinsson, dekkari og skipari umborð á Búgvanum við einum posa, sum er komin í land. Teir greiða frá, at tá teir royna á landleiðini um summari er ikki so nógv rusk í trolinum, men tá teir eru á havtaskuveiðu seinni uppá árið, millum annað úti á Skeivabanka, plagar at verða væl meira av ruski í. Hann vísir á, at sjálvt um alifyritøkurnar hava gjørt stórar útbyggingar, og íløgur í tøkni, at berjast móti laksalúsin, so er hon enn ein hóttan. Í dag er laksalúsin, so at siga, mótstøðufør móti øllum teimum kemisku evnunum, so nú er man farin meira og meira at avlúsa mekaniskt. Tað verður seg við at koyra laksin niður í ferskt ella heitt vatn, ella lata rognkelsi eta lýsnar. Sjúka er í dag ikki ein so stór hóttan, sum fyrr, sigur Atli. Føroyska alilógin forðar fyri, so nógv sum ein lóg nú kann, at sjúka fer at nørast og spreiðast millum firðir. Prísurin fyri laks hevur verið met høgur, men greinarar meta, at hann fer at fella einar 10 til 15 krónur per kilo í næstum. Orsøkin er útboð og eftirspurningur. Í dag er prísurin fyri eitt kilo av laksi góðar 55 kr, og prísurin at framleiða eitt kilo av laksi hjá Hiddenfjord, liggur beint niðarnfyri 30 krónur kg. Í sendingini Summarmorgun spyrja tey hesa vikuna rithøvundar, hvat teir lesa í summarfrítíðini. Aftrat hesum lesa rithøvundarnir eitt brot úr bókini. Hósmorgunin var tað Súsanna Tórgarð, sum las brot úr og greiddi frá, hví hon í summar fer at lesa En flygtning krydser sit spor , ein bók, hon hevur lisið fleiri ferðir áður. Vandi er fyri, at skipini taka botn, tí støðugar forðingar eru í innsiglingini í Nólsoy og grót er farið niður í siglingarrennuna í Skopun, tá ið tað hevur verið brim, og í Svínoy har stórir steinar koma inn í havnina. Talan verður allarhelst um fáar árligar avlýsingar, sum ofta verða í samband við ávís lokal veðurviðurskifti, skriva Strandfaraskip landsins á heimasíðuni, ssl.fo SSL hava sett seg í samband við avvarðandi kommunur og havnarmyndugleikar um hesi atløguviðurskifti. Tórshavnar havn arbeiðir við at finna eina loysn fyri innsiglingina í Nólsoy. Landsverk fer eftir ætlan undir at rudda siglingarrennuna í Skopunar havn í næstum. Klaksvíkar kommuna hevur eftirlit við havnini í Svínoy, skrivar Strandferðslan á heimasíðuni. Føroyingar gera sum heild ikki nógv um seg og kunnu virka eitt sindur tungir , tað sigur sálarfrøðingur, Annbjørg á Høvdanum. Orsøkin kann vera, at vit hava mist so nógv fólk á sjónum , leggur hon afturat. Í nýggju útvarpsrøðini Sjógvurin og vit kanna vit, hvørja ávirkan tætta tilknýtið til sjógvin hevur á fólkið og mentanina í Føroyum. Vit hitta Óla Jacobsen, sum hevur skrivað eina bók um 20 føroyskar sjóvanlukkur, og so tosa vit við ein av teimum, sum gjørdust faðirleys, tá Stella Argus sakk í 1957. Stella Argus var seinasta føroyska skipið, sum sakk. Og hóast tað eru 70 ár síðan seinastu vanlukkuna, so kann Jóan Pauli Joensen, fólkalívsfrøðingur, enn fáa eyga á nøkur spor frá hesi tíðini, sum kann roknast at vera daprasta tíðin í Føroya søgu. Fýra sløkkiliðsbilar fóru í fullum útrykningi til skúlan við Løgmannabreyt stutt áðrenn klokkan fimm seinnapartin, tí beinleiðis alarmskipanin hjá skúlanum, sum hevur beinleiðis samband við sløkkiliðsstøðina, fór í gongd. Tíbetur var ikki eldur í. Orsøkin, til at alarmurin fór í gongd, var, at ov nógv dampur var í brúsurúminum. CISV lega heldur til í skúlanum í dag. Strandfaraskip landins kunngera, at frá 1. august fer Ritan at kosta 5.000 krónur um tíman at leiga. Hon kostar 2.000 krónur nú. Sildberin fer at kosta 2.000 krónur Hann kostar 1.200 krónur nú. Nú kostar tað 1.900 krónur um tíman at lata Teistan bíða í sambandi við leigutúr. Eftir 1. august fer bíðitíðin at kosta tað dupulta, 3.800 krónur. Tað sama er galdandi fyri Rituna og Sildberan. Ritan fer úr 900 krónum upp í 1.800 krónur, og Sildberin fer úr 600 krónum upp í 1.200 krónur, tá tey skulu bíða. Føroyingar, sum flyta í annað land, kunnu varðveita sín danska ríkisborgararætt, um tey fáa ríkisborgararætt í landinum, sum tey flyta til. Høgni Hoydal, varaløgmaður, hevur svarað fyri løgmann, sum fekk spurningar um dupultan ríkisbogararætt. Í svarinum til Sonju Jógvansdóttur, løgtingskvinnu, stendur, at løgmaður hevur biðið danskar myndugleikar um at senda lógaruppskot til Føroya um, at tað eisini verður gjørligt hjá teimum, sum búgva í Føroyum, at hava dupultan ríkisborgararætt. Hetta hevur borið til í Danmark síðani 2015. Treytin fyri at fáa dupultan ríkisborgararætt er, at landið, har fólk higartil hava verið ríkisborgarar, ella landið, har sum fólk vilja gerast ríkisborgarar, loyvir dupultum ríkisborgararætti. Tað er tí ikki donsk lóg einsamøll, sum avger spurningin um dupultan ríkisborgararætt. Í svarinum frá løgmanni stendur, at vansin við dupultum ríkisborgarrætti er, at loyaliteturin móti Føroyum minkar. Men fyrimunirnir eru sambært svarinum fleiri enn vansarnir. Danska lógin, sum kom í gildi 1.september 2015, kann setast í gildi í Føroyum við kongligari fyriskipan, um Løgtingið vil tað. Paintball er eitt spæl, har leikvøllurin er deildur upp í øki, sum liðini kunnu krógva seg aftanfyri. Síðani fylgir ein uppgáva við, sum liðini bæði skulu royna at loysa. Manningin varð deild upp í tvey lið, og uppgávan var at fáa fatur á keyluni, sum stóð mitt fyri á leikvøllinum, uttan at verða skotin. Meginfelag útróðrarmanna ótolnast nú eftir niðurstøðuni hjá Landsstýrismálanevndini um kæruna hjá felagnum, sum varð send nevndini 13. desember í fjør. Meginfelagið hevur kært Høgna Hoydal, landsstýrismann, fyri mátan, hann ásetti fiskidagar fyri árið 2016 2017. Felagið hevur nú sent Landsstýrismálanevndini eina eftirlýsing. Tað tykist løgið, nú løgtingið fer til hús og bara nakrar vikur eru til tingið skal áseta fiskidagar fyri næsta fiskiár, at eingin niðurstøða er, heldur Meginfelag Útróðrarmanna, sum spyr um niðurstøðan kemur, áðrenn fiskidagar verða ásettir fyri árið 2017 2018. Nevndin hevur ikki havt stundir til at viðgera málið liðugt, er svarið. Løgtingið skal avgreiða fiskidagarnar í seinasta lagi 18. august. Ein maður, um 30 ára aldur, skal klokkan 10 30 til grundlógaravhoyring í Føroya rætti. Kriminalløgreglan hevur illgruna um, at maðurin hevur smuglað rúsevni til Føroyar, og at hann hevur fjalt tey innvortis. Maðurin, sum skal í grundlógaravhoyrast í Føroya rætti í morgun, varð handtikin á flogvøllinum í gjár, eftir at hundurin hjá tollvaldinum gjørdi vart við mannin. Nú verður so sonevnd pottavakt sett at vakja yvir manninum, til hann hevur gjørt burtur av sær, sigur Hildur Hentze, dagligur leiðari á kriminaldeildini. Tá verður so staðfest, um maðurin hevur smuglað. Í grundlógaravhoyringini í dag verður tí biðið um at leingja handtøkuna tríggjar ferðir 24 tímar. Sum liður í at menna hóskandi tilboð í Nólsoy og fyri at tryggja børnum í Nólsoy og foreldrum teirra hóskandi valmøguleikar, er samtykt at seta í verk eina royndarverkætlan í Nólsoy. Talan er um samansett tvørfakligt undirvísingar og frítíðartilboð millum Nólsoyar skúla og Dagstovnin Látrið í Nólsoy, ið eisini fatar um frítíðarskúla. Gjørd er ársætlan, ið skipar læri og spælitilgongdina fyri eitt nú likam, tónleik, støddfrøði, sálmasangi og árstíðunum. Tórshavnar kommuna hevur samtykt tilboðið, og Mentamálaráðið hevur góðtikið tað, skrivar heimasíðan, nolsoyarskuli.fo. Poul Michelsen, landsstýrismaður, hevur tilnevnt stýrið fyri nýggja Filmshúsið. Í stýrinum eru Jan Berg Jørgensen, sum verður formaður, upplýsir Uttanríkis og vinnumálaráðið . Hini bøði í stýrinum eru Marjun Niclasen og Jón Hammer. Tey hava øll útbúgving og royndir innan film og miðlar, og eru virkin í føroyska filmsumhvørvinum. Stýrið fyri Filmshúsið fær stóra og fjølbroytta uppgávu. Í arbeiðinum, fyri at birta upp undir film, sum vinnu, skal Filmshúsið vera savnandi depil og røkja røð av ítøkiligum uppgávum, stendur í tíðindaskrivinum frá ráðnum. Løgreglan er ikki komin nærri einum svari, hvat hendi hendan dagin, men helst hevur annar maðurin verið áhaldsin, sigur vakthavandi á politistøðini, Kristjan Martin Joensen. Eingin sá tilburðin og løgreglan hevur ikki tosað við mannin enn, tí hann var ikki førur fyri at verða avhoyrdur í gjár. 79 ára gamli maðurin var hóskvøldið so mikið byrgur, at hann kundi fara við flogfari til Danmarkar. Vanlukkan hendi í Svínagjógv, umleið 400 metrar frá landsvegnum áðrenn komið verður til bygdina í Saksun. Ein 40 ára gamal svii doyði í vanlukkuni, sum hendi um hálvgum trý tíðina mikudagin. Eykajáttanin var 2,5 milliónir krónur, hóast Fróðskaparsetrið bað um 3,5 milliónir krónur. Sigurð í Jákupsstovu, rektari, fær ikki sagt so nógv um hetta í dag. Tey eru í ferð við gera tilfar um støðuna, tilfar, sum skal sendast Mentamálaráðnum. Fróðskaparsetrið hevur brúk fyri pengunum, skal raksturin halda fram óbroyttur. Tað er eingin sparing her og nú at siga fólki upp, tí tey fáa løn í uppsagnartíðini, sum er nakrir mánaðir. Men Setrið bíðar við at seta fólk í fýra ella fimm størv, sum annars eru klár at seta nú, sigur rektarin. Ætlanin var at flyta 1,3 milliónir krónur frá íløgunum hjá Fróðskaparsetrinum til raksturin og brúka teir pengarnar til leigu í Sjóvinnuhúsinum. Harafturat varð biðið um 900.000 krónir til lønir og 300.000 krónir, tí eitt starvsfólk flytir úr Søvnum landsins til Fróðskaparsetrið 1. august 2017. Fíggjarnevndin lækkaði játtanina niður í 2,2 milliónir krónur. Maðurin varð handtikin á flogvøllinum í gjár, eftir at hundurin hjá tollvaldinum gjørdi vart við, at maðurin hevði rúsevni uppi á sær. Men maðurin vildi ikki við í skannaran á Landssjúrkahúsinum. Tí var neyðugt at fara í rættin fyri at leingja handtøkuna, til maðurin hevði gjørt burtur av sær. Men í rættinum kom fram, at maðurin kortini vildi samstarva. Farið var tí í skannaran, sum vísti, at har var einki fjalt innvortis, sigur Hildur Hentze, dagligur leiðari á kriminaldeildini. Fólkini eru í stórum vanda, sigur samskiparin hjá ST í Irak, Lise Grande. Sivilfólkini sum royna at flýggja úr økinum, verða myrd av IS, sum roynir at forða teimum í at fara úr býnum. Islamskur Statur hevur framvegis valdið í pørtum av gamla býarpartinum í Mosul, og hildið verður, at 300 hermenn hjá IS eisini eru í økinum. Iraksku deildirnar fáa hjálp hjá frá kurdiskum og shiamuslimskum deildum, og frá amerikanskum flogførum sum søkja at málum hjá IS. Islamskur Statur tók Mosul, sum er næststørsti býurin í Irak á sumri í 2014. Stutt eftir boðaði leiðarin fyri IS frá, at býurin skuldi vera høvuðsstaður í kalifatinum, sum Islamskur Statur setti sær fyri at stovna. Hon hevur verið leingi ávegis, útgávan hjá Swangah, men um eina viku verður Lán mær eitt oyra til keyps. Steen Rói Lorenzen og Ragnar Davidsen í Swangah greiddu í morgunsendingini frá útgávuni, sum telur 17 skeringar, og so var fyrsta staklagið eisini spælt fyri fyrstu ferð. Sangurin telist millum mest spældu løgini, og hann verður eisini at hoyra á tónleikatiltakinum við Brúnna á Oyrarbakka í annaðkvøld. Janus sang sangin í morgunsendingini, aftrat sær hevði hann Jens Marna Hansen. Umframt tað vitjaði eisini Eyðgerð Mørkøre Kruse, ein av fyriskiparunum av við Brúnna, og greiddi nærri frá tiltakinum, sum í ár hevur flutt pláss. Teir høvdu ongantíð roknað við tí, vinmenninir og Ronnie, at sangurin, sum ordiliga tók skap aftan á eitt karaoke kvøld í Kollafirði, fór at verða eitt útvarpshitt, men áðrenn teir varnaðust tað, var sangurin at hoyra dagliga í loftmiðlunum og í dag er sjónbandalagið spælt meiri enn 38.000 ferðir. Tú kanst næstan ikki vera annað enn í góðum lag, tá tú ert her, sigur Hildur Kruse Sørensen, ein av fyriskiparunum av fólkadansistevnuni, sum er í Klaksvík. Vilt tú síggja fleiri børn dansa fólkadans, so er at fara í badmintonhøllina í Klaksvík í kvøld, har sonevndur tjóðardansur er á skránni. Særd løgreglufólk, brennandi bilar, tikin mótmælisfólk og væntandi trygd. Tað er støðan í týska býnum, Hamborg, sum í hesum døgum hýsir G20 toppfundinum. Tað eru støðugir samanbrestir ímillum løgregluna og mótmælisfólkini, og týska løgreglan sigur nú, at 159 løgreglufólk eru særd í bardøgunum við mótmælisfólkini. 45 mótmælisfólk eru tikin. Síðani tíðliga í morgun hava samanbrestir verið ímillum mótmælisfólk og løgregluna. Nógv stóð á, tá mótmælisfólkini royndu at koma sær inn á trygdarøkið, har polittisku samráðingarnar eru. Ein talskvinna fyri mótmælisfólkini sigur, at fleiri mótmælisfólk eru særd í samanbrestunum við løgregluna, summi eru álvarsliga skadd, men hon segði seg ikki kunna siga, hvussu nógv mótmælisfólk talan er um. Mótmælisfólkini byrjaðu sítt virksmei longu týskvøldið, hóast stats og ríkisleiðararnir ikki komu til býin fyrr enn í gjár. Og síðani tá hevur týska løgreglan havt úr at gera. 20.000 løgreglufólk eru í Hamburg, fyri at tryggja býin, men tað er alt ov lítið, og tí hevur løgreglan biðið um hjálp. Samstundis verður boðað frá, at skotið er eftir eini tyrlu, sum fleyg yvir býnum. Tað er Lettland, sum ætlar at leggja málið fyri dómstólin, eftir at norska sjóverjan í januar tók eitt lettiskt skip, sum fiskaði krabba við Svalbard, og hevði fingið veiðiloyvi frá ES til at gera tað. Noreg góðtekur ikki, at ES gevur skipum loyvi at fiska í øki, sum Noreg heldur seg hava yvirvaldsrættin yvir. Tað nýtti landið sum grundgeving fyri at taka skipið, Senator, og nokta skipinum at fiska. Norska stjórnin tvíheldur um, at bara hon kann gera av, hvørji skip kunnu fiska við Svalbard, segði norski fiskimálaráðharrin, Per Sandberg, tá hann í apríl mátti standa skúlarætt í Brússel. Stjórnin í Lettlandi hevur nú tikið avgerð um, at royna málið við Altjóða dómstólin í Haag, sum loysir ósemjur ímillum lond. Fyrr í ár varð eitt annað skip úr Lettlandi dømt fyri at hava fiskað krabbað í sonevnda loynikrókinum, ið Noreg sigur seg hava valdsrættin yvir. Tað verður tikið sum tekin um, at norski rætturin heldur tað vera Noreg, sum eigur ræðisrættin yvir økinum. Skipið fekk 2,5 milliónir krónur í bót, sum svaraði til veiðuna. Í ár er norska krabbakvotan í Barentshavinum 4.000 tons, góð 2.000 tons eru fiskað, og 13 skip hava loyvi at fiska krabba. 500 tons eru sett av til onnur lond, men enn er eingin avtala gjørd. Lúsatrupulleikin er ein støðugt vaksandi trupulleiki. Talið av lúsum er vaksið úr sjey upp í umleið 18 milliónir samanborið við hesa árstíðina í fjør, sigur Atli Gregersen, stjóri á Hidden Fjord. Hóast lýsnar eru størsta forðingin fyri meirframleiðslu, hevur Atli Gregersen vónir um at økja um framleiðsluna frá 10.000 til 18.000 laksar. Vandi er fyri, at FM netið verður í ólagi, um arbeiðið ikki verður gjørt. Men ætlanirnar um at útskifta FM antennuskipanina eru steðgaðar upp, tí tingið er sent til hús. Hoyr meira her. Tryggingareftirlitið góðkennir ikki, at forstjórin í samtakinum eisini er forstjóri í Betri Trygging og Betri Pensjón. Tí verður vent aftur til undanfarna leiðslubygnað í samtakinum. At Tryggingareftirlitið hevur vrakað nýggja bygnaðin, hevur við sær, at Súni Schwartz Jacobsen ikki heldur fram sum forstjóri í Betri Trygging og Betri Pensjón. Nevndarformaðurin Birgir Nielsen hevði annars ongar ætlanir at broyta leiðslubygnaðin, tá sjónvarpið prátaði við hann síðst í apríl. Tað ger Hans Andrias Midjord í øllum førum. Runavíkingur, sum býr í Klaksvík, hevur nevniliga vunnið eina online pokerkapping, sum gevur atgongd til luttøku í eftir øllum at døma størstu pokerkapping í Evropa í august. Í kappingini PokerStars Championship Barcelona Main Event skal hann spæla um 50 milliónir krónur. Súni Schwartz Jacobsen heldur sostatt ikki fram sum forstjóri í Betri Trygging og Betri Pensjón. Hann verður framvegis forstjóri í Betri P F og Betri Banka. Tí valdi Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, at binda um heilan fingur og senda Løgtingið til hús, áðrenn uppskotið fór av sporinum. Tað fer ikki stillisliga aftur við borðinum, at valdmiklastu leiðararnir í heiminum hava verið savnaðir á G20 toppfundi í týska býnum, Hamburg, um dagarnar. Útivið 200 løgreglufólk hava fingið skaða í gøtuófriði um dagarnar, her mótmælisfólk hava steinað, sett eld á bilar og framt herverk ymsastaðni í týska býnum. Vit hava ongantíð áður upplivað so nógvan hatur og harðskap. Tað sigur ein skelkaður talsmaður fyri løgregluna í Hamburg sambært týska blaðnum, Die Welt. Týski samveldiskanslarin, Angela Merkel, hevur fordømt ófriðin. Hon sigur seg virða friðarligar mótmælisgongur, men at ófriðurin teir síðstu dagarnar hevur sett lív í váða. Higartil eru 83 fólk handtikin eftir ógvisliga ófriðin síðstu dagarnar. Verjuadvokatar hava funnist hvassliga at løgregluni, tí advokatarnir ikki sleppa at tosa við tey handtiknu fólkini. Týska løgreglan hevur á Facebook heitt á fólk um at senda løgregluni myndir og filmar frá ófriðinum, fyri at hjálpa til í uppkláringararbeiðnum, ið kemur í kjalarvørrinum á toppfundinum. Ein partur av tyrvingarplássinum hjá Tórshavnar kommunu í Húsahaga, oman fyri Havnina, skal nú niðurleggjast. Tað skrivar Umhvørvisstovan á heimasíðuni. Mold skal leggjast á ymsastaðni inni á tyrvingarplássinum og økið skal sáast, so fríðkað verður um lendið, sum ikki longur skal brúkast til tyrving í Húsahaga. Umhvørvisstovan hevur tí eisini givið kommununi loyvi at taða, hóast tyrvingarplássið liggur meira enn 250 metrar yvir havinum, har tað annars ikki loyvt er at taða. Í góðkenningini hevur Umhvørvisstovan lagt dent á, at tað hevur týdning, at tyrvingarplássið ikki skal liggja sum eitt sár í lendinum, nú tað ikki longur skal brúkast til tyrving. Bilasølur í Norra kunnu fegnast. 14.228 nýggir bilar vórðu seldir í landinum í juni, og ikki síðani 1986 eru seldir so nógvir nýggir bilar ein einstakan mánað. Umhvørvisverndarfólk kunnu eisini fegnast. 27,7 prosent av øllum seldum bilum í juni vóru elbilar. Norðmenn keyptu til samans 3.948 nýggjar elbilar í juni. Ongantíð áður hava norðmenn keypt so nógvar elbilar, sum teir gjørdu í juni, eftir bara einum mánaði. Tað vísa nýggju tølini fyri fyrra hálvár í 2017. Tað er serliga í høvuðsstaðnum, Oslo, at elbilar ganga sum heitt breyð. Her verða seldir alsamt fleiri og fleiri elbilar enn nakrantíð áður, vísa nýggjastu tølini. Meira enn triði hvør nýggi bilur, sum varð seldur í Oslo og har um leiðir fyrra hálvár, var ein elbilur. Til samans 36,1 prosent av øllum seldu bilunum her vóru elbilar. Ein av orsøkunum til, at fólk í Oslo eru farin at keypa lutfalsliga fleiri elbilar, er, at tað í framtíðini fer at kosta útivið 200 krónur koyra í miðbýnum, er talan ikki um elbil. Tjaldrið kom í morgun á Klaksvík við vestmannatrolaranum, Grønanesi, sum hevði fingið maskinskaða. Motorurin á Grønanesi steðgaði upp, tá skipið í nátt var á veg aftur til fiskiskap. Grønanes var bara ein fjórðing úr Borðoyanesi, tá skiparin klokkan eitt í nátt mátti biðja um hjálp, tí skipið var so tætt landi, og motorurin var steðgaður upp. Veðrið var gott, og tað gekst gott hjá Tjaldrinum at sleipa Grønanes á Klaksvík, har skipini komu klokkan 3 30 í morgun, sigur vakthavandi á sjóbjargingarstøðini, MRCC Tórshavn. Hevur tú eina kenslu av, at tað er styttri og styttri millum brúdleypini, so ert tú ikki heilt av leið. Tí alsamt fleiri føroyingar gifta seg, vísa nýggj tøl hjá Hagstovuni. Ikki síðani 2006 hava so nógvir føroyingar gift seg, sum tað gjørdu í 2015 og í 2016. Í 2006 vórðu 292 vígslur í Føroyum, bæði í 2015 og 2016 vóru 268 vígslur. Hinvegin vóru tær fægstu vígslurnar í Føroyum tey síðstu 10 árini í 2011, tá vóru til samans 206 vígslur í Føroyum 144 kirkjuligar vígslur og 62 borgarligar vígslur, vísa nýggjastu tølini hjá hagtalsstovninum. Talið á hjúnaskilnaðum hesi síðstu 10 árini hevur verið misjavnt. Talið var minst í 2016, tá tað vóru 53 hjúnaskilnaðir. Flestu hjúnaskilnaðir vóru hinvegin í 2010, tá 92 hjún í Føroyum fóru hvør til sítt. Burturkastið, sum í framtíðini kemur til brennistøðina og endurnýtsluna hjá IRF í Hagaleiti í Leirvík, skal nú endurnýtast í størri mun enn tað áður hevur verið. IRF í Leirvík skal í framtíðini skilja burturkastið betri, soleiðis at so nógv, sum tilber, skal kunna endurnýtast heldur enn at brennast í ovninum, sigur Umhvørvisstovan. Brennistøðin í Eysturoy hevur tí fingið dagførda umhvørvisgóðkenning, sum ásetur, at vandamikið og dálkandi burturkast skal skiljast burtur frá tí, ið skal brennast. Ein treyt, sum fylgir við nýggju góðkenningini, er, at økið á brennnistøðini og endurnýtsluni í framtíðini skal vera mannað, fyri at tryggja, at burturkastið verður skilt rætt. Áhugin hjá fólki, at seta búgv í Nesi í Eysturoynni, er vaksandi. Tí fer kommunan í næstum undir tvær nýggjar útstykkingar í bygdini, skrivar kommunan á heimasíðuni. Til samans 16 nýggj grundstykki skulu nú stykkjast út tvær staðni í bygdini. Kommunan má fyrst ogna sær jørðina, og síðani verður farið undir at gera eina ætlan fyri útstykkingarnar. Lutakast verður millum tey, ið hava skrivað seg upp til grundstykkini, tá útstykkingarnar við teimum 16 grundstykkjunum eru endaliga projekteraðar og góðkendar, sigur kommunan. Nes kommuna útstykkjaði 24 nýggj grundstykki í 2008, men tað gekst striltið hjá kommununi at selja tey 24 grundstykkini. So mikið striltið, at prísurin seinni mátti lækkast. Í 2008 vildi Nes kommuna hava 300.000 krónur fyri tey 24 grundstykkini í bygdini, men lítil og eingin áhugi var fyri grundstykkjunum í bygdini fyri upprunaliga prísin. Kommunan seldi bara tvey grundstykki frá 2008 til ársenda í 2014. Tí varð avgjørt at lækka prísin niður í 200.000 krónur, og tá vórðu hini 22 grundstykkini í útstykkingini seld skjótt. Sverri Sandberg Nielsen úr Miðvági hevur sett sær fyri at rógva fyri danska landsliðið til olympisku leikirnar í Tokyo í 2020. Í dag tekur hann eitt megnar tak móti máli sínum, tí hann fer nevniliga at rógva A finalu í einkultskullara í World Cup kappingini í Luzern. Sambært heimasíðuni hevur Sverri leingi verið sera væl fyri kropsliga, og á flatlondum verður hann nevndur wattmonstret , tí hann hevur tikið øll met í inniróðri og kropsligum testum. Í hálvfinaluni róði Sverri móti heimsins bestu rógvarum, og megnaði hann at koma á mál i hølunum á sterka rógvaranum Angel Fournier Rodriguez. Hevur tú hug at ogna tær eina kanin í Danmark, noyðist tú at bíða við hesum. Hervilig kaninsjúka er í útbroti í Danmark, og tað er virusið, Rabbit haemorrhagic disease, ið smittar illa millum kaninir. Tó hevur sjúkan eisini verið ávíst hjá haru. Sambært Heilsufrøðiligu Starvstovu gerast kaninirnar sjúkar 24 72 tímar eftir smittu, og missa tær matarlystin, fáa fepur, títtan andadrátt, bløðingar úr nøs, endatarmi og øðrum kropsopum, og doyggja eftir 48 tímum. Rabbit haemorrhagic disease er sera deyðilig, tí deyðatalið liggur millum 80 90 . Mann noyðist tó at vera ansin, tí tær kaninirnar, ið yvirliva sjúkuna, kunnu smitta í upp til 42 dagar, eftir at tær eru blivnar frískar aftur. Rabbit haemorrhagic disease er ólekilig, men til ber at avmarka skaðan. Hevur tú verið í samband við kaninir í Danmark, so kanst tú millum annað hugsa um reinføri. Til dømis heitir Heilsufrðiliga Starvstova á fólk, ið hava verið í sambandi við kaninir í útlandinum, um at vaska klæðir og skógvar, áðrenn tey aftur handfara kaninir í Føroyum. Føroyska bruttotjóðarúrtøkan í 2014 veksur 7,5 prosent í ársins marknaðarprísum og í 2015 veskur hon 5,6 prosent, upplýsir Hagstovan. Í 2015 var BTÚ 16 milliardir og 663 miliónir, 900 milliónir meira enn í 2014. BTÚ var 7,4 milliardir krónur í 1998. Fiskiveiðan eigur 40 prosent av vøkstrinum í BTÚ, uppsjóvarskipini og flakatrolararnir. Men virðisøkingin í botnfiskiskapinum vaks eisini. Virðisøkingin í fiskaaling minkaði nakað í 2015, men heldur seg á sama stigi sum í 2013, tá hon meira enn tvífaldaðist. Minkingin í 2015 stendst mest av minni nøgd, men so at siga allur vøksturin í 2013 stavaði frá hægri laksaprísum. Virðisøkingin er nú nærum komin upp á tað, hon var fyri fíggjarkreppuna í 2008. Íkastið frá almennari fyrisiting og tænastu vaks úr 20 prosentum árini fyri 2003 upp í 24 prosent í 2005 og 26 prosent í 2009, men er síðani støðugt minkað aftur niður á sløk 22 prosent í 2015. Síðan 2003 hevur íkastið frá øðrum tænastuvinnum ligið oman fyri 40 prosent og rakk í 2012 upp á sløk 44 prosent, men er síðani minkað aftur niður í sløk 41 prosent í 2015. Bruttotjóðarúrtøkan í marknaðarprísum verður gjørd upp sum virðisøkingin í øllum vinnugreinum samanlagt og haraftrat meirvirðisgjald og aðrir vøruskattir. Talan er ikki um mát fyri búskaparvøkstur, men um vøkstur í ársins prísum, sigur Hagstovan. Fyri løtu síðani róði miðvingurin Sverri S. Nielsen A finalu í World Cup kapping í einkultskullara. Sverri legði hart út og var nummar tvey, tá ið teir høvdu róð 350 metrar. Hann hevði eitt høgt róðrartempo, og tá ið 500 av teimum 2000 metrunum vóru farnir, var hann framveis næstfremst. Á 700 metrum byrjaði hann at dragna, og favoritturin Robert Manson fór frá hinum saman við kubanaranum Angel Rodriguez. 150 metrar seinni var Sverri nummar fimm. Sverri Nielsen megnaði ikki at stríða seg aftur í oddin, og hann datt aftur á eitt fimta pláss, sum eisini gjørdist endaliga støðan hjá unga miðvinginum. Hann kom á mál við tíðini 07 00.330 nakrar bátslongdir eftir Ný Sælendingin, Robert Manson, ið vann kappingina við tíðini 06 49.080. Uttasti grótgarðurin í Skopunar havn, á Bergi, sum varð gjørdur í 1990, kostar framvegis landinum pengar, tí grót haðani fer í siglingarrennuna, tá nógv brim er. Neyðugt var at rudda rennuna í 2014 og í 2015 og nú er aftur neyðugt at fáa grót úr siglingarrennuni. Landsverk hevur fingið tilboð, og arbeiðið kostar 1,8 milliónir krónur Landsverk hevur 600.000 krónur , so neyðugt er at biðaj um 1,2 milliónir krónur í eykajáttan. Hon kann ikki bíða til eftir ólavsøku, so í morgin ári fer Fíggjarnevndin at viðgera fíggjarnevndarskjal frá landsstýrismanninum í samferðslumálum. Arbeiðið í Skopun má gerast á hásumri og tað er nú í juli. Seinastu árini hevur Landsverk kannað innsiglingina til Skopunar havn á hvørjum ári, og í ár vísir kanningin, sum nýliga varð gjørd, at nógv grót aftur er skolað frá grótkastinum uttan fyri molan á Bergi í innsiglingina. Vit tosaðu við rógvaran, Sverra Sandberg Nielsen, beint eftir A finaluna í World Cup kappingini í Luzern. Hann segði soleiðis um róðurin Politiið í Føroyum veit ikki meira um deyðsvanlukkuna norðanvert í Svíngjógv sunnan fyri Saksun seinnapartin mikudagin. Ein 41 ára gamal maður doyði, tá hann sjálvur fall í gjónna. Hin maðurin, sum er 79 ár, fekk stóran skaða. Men læknarnir á Landssjúkrahúsinum hildu, at hann kundi fara til Danmarkar, har hann býr. Politiið ætlaði at avhoyra mannin, áðrenn hann fór av landinum hóskvøldið, men tað hildu læknarnir ikki var ráðiligt.Poliitið sigur tó, at einki illgrunasamt er við hendingini. Hetta er ein vanlukka. Teir báðir menninir vóru í einum ferðalagi, sum taldi tíggju fólk. Tey vóru á veg oman á landsvegin, tá vanlukkan hendi. Menninir, sum fullu, gingu aftan fyri hini í ferðalagum, so eingin sá, hvat hendi. Maðurin, sum doyði, var svii. Tað var ikki hissini mongd av spiki og tvøsti, sum fólkini í Hvannasunds og Fugloyar kommunu fingu. Heimaparturin er nevniliga fjórðingsskinn. Hjún við tveimum børnum hava tí fingið eitt heilt skinn í sín part. Eitt skinn er 25 kilo av spiki og 50 kilo av tvøsti. Tey, sum vóru við í drápinum, fingu tríggjar fjórðingar av einum skinni. Tey vóru nógv, okkurt um 300, stívliga 200 vóru á landi og 100 í báti. Fólk úr øllum landinum vóru við í drápinum, sigur sýslumaðurin. Grindin varð sædd úr landi, og skjótt var at reka hana. Seðlarnir komu út á midnátt. Vit vita ikki, hvaðani lekin stavar, men vit hava koyrt girðingar út, til tess at steðga hesum, sigur átaksleiðari, Petur Vágsgarð. Átaksleiðarin sigur eisini, at lítið av olju er farið framvið girðingunum, men at lukturin framvegis er í umráðnum, tí oljan framvegis er í jørðini. Neyðugt er tískil ikki at stúra fyri djóralívinum í Plantasjuni. Føroyar og Grønland hava stóran týdning fyri danska uttanrikispolitikkin. Tað er avgerandi neyðugt, at Føroyar, Grønland og Danmark arbeiða tætt saman um norðurpólsleiðina um Aktis. Grønland ger, at Danmark sleppur lættari fram at umsitingini í USA, lættari enn nógv onnur lond.Tað váttar danski uttanríkisráðharrin, Anders Samuelsen, í samrøðu við KNR. Í strategiini hjá donsku stjórnini um uttanríkispolitikk og trygdarpolitikk í 2017 og 2018 er stórur dentur lagdur á búskaparliga menning í Arktis. Anders Samuelsen sigur bart út, at uttan Føroyar og Grønland bleiv ikki lurtað so nógv eftir Danmark í øðrum londum. Og enn eina ferð leggur ein danskur ráðharri dent á ríkisfelagsskapin. Saman eru øll trý londini sterkari. Grønlendskir politikarar hava í nøkur ár funnist at dønum, tí Grønland sleppur ikki upp í part í uttanríkispolitikkinum, uttanríkispolitikkinum og trygdarpolitikkinum hjá ríkinum. Somu atfinningar eru komnar úr Føroyum. Anders Samuelsen visir aftur í samrøðuni við KNR, at Grønland ikki verður tikið við upp á ráð. Fíggjarnevndin skal í dag taka støðu til, um eykajáttan skal latast, so grótið, ið er komið í siglingarrennina í Skopunar Havn í brimi, kann ruddast burtur. Henrik Old, landstýrismaður í samferðslumálum, hevur biðið um 1,2 milliónir krónur í eykajáttan við fíggjarnevndarskjali. Arbeiðið ,at rudda grótið burtur, er boðið út, og tilboð komin inn, og vísir tað seg, at arbeiðið kostar umleið 1,8 milliónir krónur. Landsverk kann útseta nakrar smærri ábøtur á havnir í ár, fyri umleið 600 000 krónur. Tí verður biðið um eina eykajáttan upp á 1,2 milliónir krónur Fíggjarnevndin hevur fund klokkan níggju í morgun. Irakiski forsætisráðharrin, Haider al Abadi, var í gjár í Norðurirak og ynskti teimum til lukku, sum hava tikið Mosul aftur frá Islamska statinum. Býurin er nú tikin allur, sum hann er, stendur í eini kunngerð frá irakiska forsætismálaráðnum. Irakiski herurin hevur fingið stuðul frá loftálopum, sum amerikansk hernaðarflogfør og sameind hjá USA hava framt. Haraftrat hava kurdiskar Peshmerga deildir, herdeildir hjá sunni arabiskum ættarbólkum og vápnaðir shiamuslimar verið upp í tí heri, sum byrjaði álopið á Mosul 17. oktober í fjør. Islamski staturin hevur havt ræðið í Mosul síðani juni mánað 2014, og tað var í moskuni har í býnum, at islamska kalifatið varð lýst. Aldargomlu moskuna bumbaðu islamistarnir sjálvir herfyri, tá teimum varð greitt, at teir fóru at missa býin. Seinastu vikurnar hava bardagarnir um Mosul verið frá húsi til hús, og hóast býurin nú er tikin, vóru skot at hoyra í gjár. 30 muslimskir yvirgangsmenn druknaðu í Tigris ánni, tá teir royndu at flýggja tann vegin úr kringsetta býnum. Síðani islamski staturin tók Mosul fyri trimum árum síðani, eru 900.000 fólk flýdd ella helvtin av teimum, sum búðu har, áðrenn Islamski staturin tók býin. Umframt tað, at býurin er illa farin av krígnum og helvtin av fólkinum eru farin frá húsum, eru tað serliga børnini, ið eru illa fyri ikki mist sálarliga, tí tey hava sæð nógvar ræðuleikar. Hjálparfelagsskapir heita tí á heimsins lond um at senda fólk til hjálpar, sum hava innlit í sálarheilsu. At Mosul er fallin merkir ikki, at Islamski staturin hevur mist alt Irak, tí enn eru tríggir býir í Anbar landspartinum í teirra valdi. Grønland hevur nú fingið pláss á listanum hjá ST felagsskapinum, UNESCO, fyri heimsarv, skriva grønlendskir fjølmiðlar. Tað er landbúnaðarøkið Kujataa, ið er komið á listan. Økið er har Eirikur Reyði og Leivur heppni búðu, og verður í dag rikið sum landbúnaðarøki, umframt at fleiri toftir frá víkingum finnast har. Økið, ið er komið á listan hjá UNESCO, er 350 ferkilometrar til støddar og fevnir um fimm øki við firðirnar á leiðini við Tunulliarfik og Igaliku fjørðin. Avgerðin um, at Kujataa skuldi á listan hjá UNESCO, varð tikin á ársfundinum, sum var í Krakow í Pólandi, skrivar grønlendska kringvarpið, KNR . Onnur øki í Norðurlondum, ið eru á listanum hjá UNESCO fyri heimsarv, eru Tingvellir í Íslandi, Kronborg í Danmark, Bryggen í Bergen í Norra og gamli býarparturin í Visby á svensku oynni Gotlandi. Danska heilsu og eldramálaráðið hevur saman við danska heilsustýrinum gjørt eina landsumfatandi ætlan, sum komandi árini skal avmarka nýtsluna av antibiotika millum danir. Ætlanin skal samstundis minka um vandan fyri mótstøðuføri, ið ger, at bakteriudrepandi evnini í heilivágnum ikki bíta á teirri ígerð, sum sjúkan hevur við sær. Antibiotika hevur bjargað nógvum mannalívum, men heldur uppat at virka, um ov nógv verður brúkt, tí so gerast bakteriurnar mótstøðuførar og tað kann hava við sær, at ígerðarsjúkan ikki kann viðgerðast. Málið í ætlanini er fyrsta lagi at minka um nýtsluna og í øðrum lagi at verja tey sløg av pensillini, ið bara skulu vera til at taka, sum seinasti útvegur um einki annað hjálpir. Størsta broytingin í 2017, samanborið við 2016, er, at fleiri kunnu bjóða seg fram at keypa. Eigarar av fiskifari undir føroyskum flaggi, uttan veiðiloyvi, kunnu keypa í 2017. Sølan verður skipað um tveir søluhættir Opin uppboðssøla og afturlatin uppboðssøla. Fiskamarknaður Føroya stendur fyri tí opnu uppboðssøluni, og Vørn stendur fyri tí afturlatnu. Umleið helvtin av søluni, roknað í tonsum, verður boðin út á hvørjum stað. Tær smæstu nøgdirnar verða bodnar út í einari seriu umfari , meðan tær størstu kunnu verða bodnar út í upp til trimum serium umførum á hvørjum stað. 614 tons av botnfiski í norska partinum av Barentshavinum, og 2.213 tons av botnfiski í rusiska partinum av í Barentshavinum, verða seld á uppboði. Av uppsjóvarfiski verða 10.894 tons av makreli boðin út, 54.594 tons av svarkjafti og 53.000 av norðhavssild, sæst á heimasíðuni hjá fiskimálaráðnum. Stóri amerikanski teldu og telefonframleiðarin Apple ger enn eina risastóra íløgu í Danmark. Apple byggir í løtuni eina stóra datamiðstøð í Viborg í Miðjyllandi. Nú skal fyritøkan hava eina aftrat í Aabenraa í Suðurjyllandi. Fyrsta byggistig verður liðugt í 2019 og fer at kosta seks milliardir krónur. Tær báðar miðstøðirnar skulu reka Apple tænastur sum iTunes Store, App Store og iMessage tænastur, ið venda sær til evropeisku brúkararnar hjá felagnum. Byggiarbeiðið í Aabenraa fer at geva arbeiði til 300 fólk, og tá tað er liðugt, verða millum 50 og hundrað arbeiðspláss á datamiðstøðini. Øll orkan, ið miðstøðin fer at brúka, kemur frá varandi orkukeldum, skrivar Ritzau. Á CISV leguni eru 12 ymisk lond umboðað. Tað eru fýra børn og ein leiðari úr hvørjum landi. So eru seks junior counselors, eisini úr ymiskum londum, og tríggir staffar. Summarmorgun var við til løtuna, sum tey kalla energizer. Tað er ein táttur, sum tey endurtaka hvønn morgun, áðrenn tey byrja ein aktivitet. Føroyar er ógvuliga nógv øðrvísi enn tað, Sarah er von við. Á Malta er turt, heitt, og lítið grønt er at síggja. Hon gleðir seg til eina øðrvísi ferð við vakrari náttúru, nógvum grønum økjum, fjøllum, vøtnum og fossum, og so ætlar hon sær eisini at vekja eina nátt fyri at síggja sólsetur og sólarris. Seinastu fimm árini hava hjúnini siglt við bátinum Aylu og tað er ein otrúliga góð kensla at liggja á havinum og bert sigla við seglum. Tað er motorur í bátinum, men hann verður ikki ofta startaður. Jóhan Joensen og Jan Jacobsen eru ávikavist høvuðskokkur og lærlingur á Hotel Hafnia og Katrinu Christiansen. Teir hava verið í Hong Kong í eina viku, har teir hava fingið upplivingar og íblástur, sum teir bara kundu droymt um. Sjálv kappingin var spennandi og lærurík. Avbjóðingarnar vóru eisini fleiri, tí einki er eins í einum køki í Hong Kong samanborið við á okkara leiðum. Borðið er lægri og útbúnaðurin øðrvísi, sigur Jan Jacobsen, sum umframt at kappast royndi so nógvan lokalan mat sum gjørligt. Ein máltíð byrjar ofta við einum koppi av heitum te, hvørki vatn ella breyð er á borðinum og eingin rómi er í matinum, fortelur Jóhan Joensen, sum nú er farin at hugsa um, hvussu teir kunnu brúka íblásturin og hugskotini, teir fingu á ferðini, á teirra matskráum. Fróði Hansen gekk í Hoydølum og skuldi í samband við filmsundirvísingina gera eitt videolag. Til tað tørvaði teimum ein sang, sum Fróði og tey smekkaðu saman upp á nakrar minuttir. Eg havi ongantíð brúkt so stutta tíð upp á nakran annan sang, eg havi gjørt, men hatta er tað lagið, sum hevur verið mín størsta mainstream succes, sigur Fróði Hansen millum annað um sangin, sum taldist millum mest spældu løgini í Føroyum í 2007. Videolagið, sum millum annað taldi Jóannes Lamhauge, ið hevði gjørt vart við seg í sangleikinum Jósef og ótrúliga litfagra dreymakotið, er víst næstan 40.000 ferðir á YouTube og sæst her . Sonur Donald Trump forseta, Donald Trump, yngri, hevur váttað, at fundur var millum hann og ein russiskan advokat við sambandi til Kreml undan amerikanska forsetavalinum, skrivar New York Times. Donald Trump yngri sigur, at hann frammanundan hevði fingið tilsøgn um, at hann fór at fáa tyngjandi upplýsingar um demokratiska forsetavalevnið, Hillary Clinton, frá russisku Natalia Veselnitskaya, men at ongar upplýsingar av týdningi komu fram á fundinum. Umframt Donald Trump yngra var versonur Donald Trump, forseta, Jared Kushner, og leiðarin fyri valstríðið hjá Donald Trump, Paul J. Manafort, við á fundinum. Amerikansku myndugleikarnir leita eftir prógvum fyri, at umboð fyri valstríðið hjá Donald Trump og fólk við sambandi til russisku myndugleikarnar arbeiddu saman í loyndum. Fundurin millum Donald Trump, yngra, og russiska advokatin var 9. juni í fjør í Trump torninum í New York tvær vikur aftaná at Donald Trump var tilnevndur forsetavalevni hjá republikanarunum. Tað vísti seg, at russiski advokaturin ongar upplýsingar hevði um Hillary Clinton ella forsetavalstríð hennara, men at veruligu ørindini hennara vóru at fáa samband við fólk, sum kundu gera sína ávirkan galdandi, so gongd kundi fáast á eina uppsteðgaða ætlan, ið hevði til endamáls at ættleiða russisk børn til USA, upplýsir Donald Trump, yngri. Hetta er fyrstu ferð at váttan er fingin fyri, at fundur var undan amerikanska forsetavalinum millum umboð fyri russiskar myndugleikar og fólk kring Donald Trump og forsetavalstríð hansara. Tað er framvegis ongin semja gjørd millum ljósmøðurnar og leiðsluna hjá Landssjúkrahúsinum, men samband er framvegis millum partarnar. Tað sigur Johnny í Grótinum, stjóri á Landssjúkrahúsinum, í SMS boðum til Kringvarpið. Annars var ætlanin at semja skuldi fáast í lag í síðstu viku, og fundur var millum partarnar hósdagin og fríggjadagin. Johnny í Grótinum, stjóri, sigur, at samskifti er millum partarnar, men at ongin nýggjur fundur er avtalaður, men at leiðslan á Landssjúkrahúsinum fer at koma við einari útmelding í vikuni. Hondbóltssambandið hevur ikki nóg mikið av pengum til at senda landsliðið avstað, men hondbóltssambandið hevur í øllum førum nóg mikið av áliti á, at Løgtingið fer at játta pengar til ferðina til komandi tingsetu. Tað sigur Henrik Old, landsstýrismaður, sum við fíggjarnevndarskjali hevur biðið fíggjarnevndina um 1,2 milliónir krónur, so grótið kann takast úr siglingarrennuni. Eg havi ofta kett meg, tá eg havi lisið barnabøkur fyri mínum børnum. Tí er tað eitt mál hjá mær, at skriva tilfar, sum kann undirhalda bæði børn og vaksin, sigur Bárður Oskarsson. Tað hevur víst seg at vera eitt gott hugskot, tí bøkur hansara eru útgivnar í Danmark, Noregi, Íslandi, Fraklandi, Týsklandi, Kekkia, Kanada, Bulgaria, Slovenia og Svøríki. Fyrr í ár var sáttmáli gjørdur við enskt forlag, sum gevur út allar bøkurnar á enskum. Ongantíð áður er ein føroysk barnabók givin út á enska marknaðinum, sum í stóran mun bara telur uppruna enskt tilfar. Bara fýra prosent av barnatilfarinum er umsett, millum hesi fáu prosentini eru sjey bøkur hjá Bárði. Eisini frætta vit um floksmannadagarnar, sum vóru í Fugloy um vikuskiftið, eins og Føroya Regatta 2017, sum júst hevur verið. Tú kanst hoyra sendingina her Fíggjarnevndin fer seinnapartin at viðgera fíggjarnevndarskjalið frá Henriki Old, landsstýrismanni. Hann biður um 1,2 milliónir krónir í eykajáttan til Skopunar Havn, so grótið fæst burtur úr innsiglingini. Grótið er komið av brimi, og hóast grót bæði í 2014 og 2015 varð ruddað burtur, so er aftur lagst so nógv grót, at eykajáttan er neyðug, um tað skal kunna beinast burtur. Í desember í fjør legði danska stjórnin uppí, tá kinesiska felagið General Nice Groups ætlaði at keypa flotastøðina Grønnedal, tí stjórnin vildi ikki hava bæði USA og Kina í Grønlandi, varð sagt. Í fjør heyst keypti kinesiska felagið Shenghe 12,5 prosent av avstralska felagnum Greenland Minerals and Energy Limited, sum hevur námsvinnu í Grønlandi. Fregnartænastan heldur ikki, at kinesiski staturin stendur aftan fyri slík keyp, men tey hava áhuga kortini, tí tætt samband er millum vinnulívið og statin í Kina. Tað er ikki meira enn seks mánaðir síðan Chloe Nguyen, sum í dag er 32 ára gomul, fekk at vita um hendingina í 1987, tá hon, familia hennara og yvir 200 onnur flóttafólk, vóru bjargað, tá tey, í báti, vóru á veg frá Vietnam til Bangkok. Tað var fyrstu ferð Chloe hoyrdi um Páll Jensen, sum førdi skipið Alice Riis. Hon avgjørdi at heilsa uppá Papa , sum Páll bleiv kallaður, men frætti so, at hann var deyður jólaaftan 2013. Chloe vildi tó sleppa ti Føroyar allíkavæl, tí so kundi hon vitja Páll á grøvini, sleppa at heilsa upp á familiuna hjá honum, og fáa ein fyribils enda á søguni. Um ikki annað, so fyri mammu sína. Les meira um arbeiðið her. Sóley Danielsen var og fjakkaði, tá hon datt um nakrar toppar í Hanoi í Vietnam, við eini mynd av Karitu Mariu Zachariassen á. Hon kendi myndina aftur, og sendi eini boð til Gvøðny Miriam Gunnarsson og Janus Gunnarsson, sum hava tikið myndina. Janus heldur tað vera løgið, men eisini stuttligt, og hann sigur, at tey fáa einki gjørt við tað. Karita Maria Zachariassen heldur tað eisini vera stuttligt, og hon kundi sjálv hugsað sær at átt ein topp við myndini á. Fýra gull heiðursmerki, eitt bronsu heiðursmerki og eitt nýtt danskt met, vóru avrikini hjá Magnusi Jákupsson til DM í vikuskiftinum. Umframt Magnus, vunnu Óli Mortensen og Frans Johannesen trý heiðursmerki hvør til DM. Nú hægsta feriutíð er, og nógv fólk ferðast hendanvegin, ger Heilsufrøðiliga starvsstovan vart við reglurnar fyri innflutningi og ferðing við kelidjórum. Úti í heimi eru djórasjúkur, sum ikki eru í Føroyum, og tær vilja vit verja okkum fyri, so djór hjá okkum ikki fáa smittandi sjúkur, sigur starvsstovan. Fólk, ið hava fastan bústað í Føroyum, kunnu taka hundin ella kettuna við sær uttanlands við ávísum treytum. Millum annað skulu krøv um koppseting og heilsukanning vera fylgd. Skjølini skulu vísast tollvaldinum, tá djórini koma til landið, annaðhvørt á flogvøllinum ella á bryggjuni. Meira stendur á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, hfs.fo Ábyrgdarbýtið millum land og kommunur er ikki greitt í uppskotinum um nýggja kunngerð um rottutýning. Tað sigur Kommunufelagið, sum hevði viljað verið við, tá uppskotið varð gjørt. Kommunurnar hava stóran lut í rottutýningini sambært uppskotinum um kunngerð. Sambært uppskotinum skal aktingarfólk vera í hvørjari bygd og hvørjum býi. Kommunufelagið heldur, at nóg mikið er við einum aktingarfólki í hvørjari kommunu. Felagið heldur eisini, at møguleikin er ov lítil at kæra avgerðir, sum verða tiknar sambært ásetingum í kunngerðini. Slíkar heimildir eru óneyðugar, tí kommunurnar eiga at duga at stýra sær sjálvum. Tær hava ábyrgd av og eftirlit við so nógvum øðrum í kommununum. Í tann mun hesar vegleiðingar ikki longu eru tøkar, so heldur Kommunufelagið tað vera ein sjálvfylgja, at kommunurnar eru við til at gera hesar vegleiðingar. Kommunufelagið biður um fund við Heilsu og Innlendismálaráðið og Umhvørvisstovuna at umrøða uppskotið. Felagið biður um, at kungerðin ikki verður sett í gildi, fyrr enn hesin fundur hevur verið, so eingi ivamál verða, tá kunngerðin er komin í gildi. Fimtan løgtingsfólk í andstøðuni, øll uttan Kaj Leo Holm Johannesen, hava heitt á løgtingsformannin um seta kanningarstjóra at kanna, um Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur umsitið sítt málsøki á lógligan hátt í sambandi við veiðuloyvi, sum eru flutt. Tingfólkini siga, at løgmaður eftir trýsti frá serliga andstøðuni hevur kannað landsstýrismannin. Andstøðan vildi, at løgmaður sópaði fyri egnum durum, so sleppast kundi undan kanningarstjóra. Um kanningarstjórin kemur til ta niðurstøðu, at landsstýrismaðurin ikki hevur umsitið á fullgóðan hátt, so hevur løgmaður eftir okkara meting misrøkt sína skyldu sum eftirlitsmyndugleiki við landsstýrisfólkum, siga tey fimtan tingfólkini. Tey vilja, at ein kanningarstjóri kannar landsstyrisskeiðið hjá Høgna Hoydal og lutin hjá Aksel V. Johannesen, løgmanni, í málinum um veiðiloyvini. Teir 15 løgtingslimirnir vísa á grein 38 2 stykki í stýrisskipanarlógini, har tað stendur, at tveir fimtingar av Løgtinginum hava rætt til at krevja, at kanningarstjóri verður settur. Lærarar og starvsfólk í Glasi í Hoydølum og í Marknagili hava kært rektararan, Boga Bech Jensen, til landsstýriskvinnuna í mentanarmálum. Kæran er dagfest 23. juni, og sjey fólk hava undirskrivað hana fyri undirvísarar og starvsfólk, sum arbeiða á Glasi í Hoydølum og Marknagili. Fíggjarnevndin hevur seinnapartin játtað 1,2 milliónir krónur til arbeiðið at fáa grótið burtur úr innsiglinini til Skopunar havn. Grótið er komið av brimi, og hóast grót bæði í 2014 og 2015 varð ruddað burtur, so er aftur lagst so nógv grót, at eykajáttanin er neyðug. Frameftir verður tað leiðandi ljósmóðirin, sum hevur evstu ljósmøðrafakligu ábyrgdina og avgerðarrættin, og er partur av depilsleiðsluni á Skurðdeplinum tá talan er um ljósmøðrafaklig viðurskifti. Deildarljósmóðir og deildarsjúkrarøktarfrøðingur leiða dagliga virksemið á Føðideildini við tilvísing til depilsleiðsluna, íroknað ta leiðandi ljósmóðurina, verður sagt. Málið snýr seg ítøkiliga um flytingina av veiðurættindum frá línuskipinum Helenu til uppsjóvarskipið Slættaberg at fiska svartkjaft burtur av felagskvotu. Umframt at kanna leiklutin hjá landsstýrismanninum í fiskvinnumálumm skal kanningarstjórin eisini kanna handfaringina í umsitingini í Fiskimálaráðnum og um løgmaður hevur røkt sína eftirlitsskyldu. Føroyingar eiga 7,7 milliardir krónur í eftirløn, 5,7 milliardir eru samanspardar í føroyskum feløgum, og tvær milliardir eru uttanlands. Av teimum 5,7 milliardunum í Føroyum eiga kvinnur 40 prosent. Sambært Hagstovuni fingu kvinnur 38 prosent av lønunum, sum vórðu goldnar í Føroyum í fjør. 4,1 milliard av eftirlønunum er ikki skattað enn. Hitt er longu skattað við ingjalding, tað, sum er goldið inn eftir 1. januar í 2012. Tað sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, í svari til Sonju J. Jógvansdóttir, løgtingskvinnu. Stórur partur av eftirlønarsamansparingini í Føroyum fram til 2013 er kapitaluppsparing. Tey eru fá, sum fáa heilt nógvar pengar, tá tey gerast fólkapensjónistar. 2.600 fólk hava meira enn hálva millón krónur samanspardar her í Føroyum. 460 fólk eiga millum eina og tvær milliónir, og 51 fólk eiga meira enn tvær milliónir krónur til góðar í samanspardari eftirløn. Í svarinum hevur landsstýriskvinnan eingi tøl um tær tvær milliardirnar, sum føroyingar eiga uttanlands. 7,7 milliardir ljóða av nógvum, men Búskaparráðið segði longu í 2013, at samansparda eftirlønin hjá føroyingum er alt ov lítil. Samanborið við Danmark, lutfalsiga eftir fólkatalinum, skuldi hon verið 29 milliardir krónur, tað vil siga næstan fýra ferðir so nógv sum hon er. Tey kannaðu, um føroyska sjúkrahúsverkið lýkur dygdarkrøvini, sum kallast Den Danske Kvalitetsmodel og verður sett sjúkrahúsunum í ríkinum. Tá fingu Landssjúkrahúsið og Suðuroyar sjúkrahús góðkenning við viðmerkingum. Sjúkrahúsini fingu so møguleikan at betra nøkur viðurskifti næsta hálva árið fyri verða akkrediterað, sum hendan góðkenningin eitur. Nú hevur Suðuroyar sjúkrahús fingið góðkenningina, sum er galdandi til 19. apríl í 2020. IKAS stendur fyri Institut for kvalitet og akkreditering i sundhedsvæsent. Tað er sera nógvur hiti í Suðurevropa, í støðum upp í 45 hitiastig. Tað er serliga í suðurpartinum, tað vil siga út móti Miðjarðarhavinum, sum fáa nógvan hita. Miðskeiðis og í SuðurItala og á Sardinia verða um 40 hitastig í dag, og tað er sjey átta hitastig hægri enn miðalhitin fyri hetta tíðarskeiðið. Í djóragarðinum í Beograd í Serbia er so nógvur hiti, at neyðugt hevur verið at lata kalt vatn renna í hylin hjá áarrossunum. Og tropiskir fuglar verða spulaðir við havaslangu. Norðmaðurin, Kjell Vaage, hevur læknaviðtalu í Noregi og í Gran Canaria. Hann sigur við norska tv2, at nógvi hitin kann vera lívshættisligur, og hann ávarar ferðafólk um nógva hitan. Omanfyri 42 hitastig er lívshættislig støða. Tá tú kemur til eitt øki, har tú ikki ert ílendur, tað vil siga akklimatiseraður, eru fyrilit at taka. Drekk nógv vatn, upp í fimm litrar, sigur Vaage. Bæði kaffi, te, cola og ikki minst rúsdrekka eru vatndrívandi, og tað kann gera støðuna verri. Halt teg burtur frá rúsdrekka í slíkum hita, sigur læknin, sambært norska tv2. Niðurstøðan hjá Tryggingareftirlitinum, at Súni Schwarts Jacobsen samtaksstjóri í Betri PF ikki bæði kann verða forstjóri í Betri Banka, Betri Trygging og Betri Pensión, broytir ikki ætlanina hjá Poul Michelsen landstýrismanni um at skilja samtakið sundir. Birgir Nielsen, nevndarformaður í Betri samtakinum, sigur, at tey hava ongar viðmerkingar um hetta málið nú. Betri kann kæra avgerðina hjá Tryggingareftirlitinum til Vinnukærunevndina. Løgtingsins umboðsmaður fer ikki at viðgera kæruna frá P f Nærabergi um veiðiloyvini, sum blivu tikin aftur. Sólja í Ólavsstovu, Løgtingsins umboðsmaður, sigur, at Løgtingið hevur tikið málið úr hondunum á henni. Tað hevur Løgtingið gjørt, tí Løgtingið fer sjálvt at kanna málið, nú biðið er um kanningarstjóra. Løgtingsins umboðsmaður er stovnur undir Løgtinginum. P f Næraberg kærdi fyri einum mánað síðani til umboðsmannin, tí Vørn eftir boðum úr Fiskimálaráðnum tók veiðiloyvini hjá Nærabergi og Slættabergi aftur. Advokaturin hjá P f Nærabergi bað um at fáa kæruna avgreidda í skundi. Løgtingins umboðsmaður svaraði tó, at har bar ikki til at byrja málið, fyrr enn tað var liðugt hjá Vørn og Fiskimálaráðnum. Næraberg og Slættaberg mistu veiðiloyvini á middegi fríggjadagin í síðstu viku. Nú biðið er um kanningarstjóra, ger Løgtingsins umboðsmaður ikki meira við kæruna. Silvurfiskinum dámar alt, ið hevur sukur og stívilsi í sær, so sum tapetklistur. Eisini kann hann eta pappír og klæði, tí er silvurfiskur mettur sum eitt skaðadjór. Silvurfiskurin er sera áhugaverdur, og kortlegging av arvamassanum, kann avdúka spennandi biokemiskar eginleikar hjá hesum frumdjóri. Og hesar eginleikar kunnu vit menniskju gagnnýta. Hvussu Lurta eftir samrøðuni við Elisabet Thomsen, mýlalívfrøði lesandi á Fróðskaparsetur Føroya, ið hevur arbeitt við hesu verkætlan. Hon greiðir frá verkætlanini og hvat vitanin um silvurfiskin kann brúkast til Ei longur ein lítil genta er ein av mest spældu sangunum á fyrstu útgávuni hjá Høgna Reistrup, ið rópist Hugafar á ferð . Hetta er ein útgáva, sum gjørdist tíggju ár 11. juli. Á føðingardegnum tosaði Summarmorgun við Høgna Reistrup um væl umtókta sangin. Hann visti tað ikki sjálvur, tá hann sat í venjingarhølunum henda sunnumorgunin, men lagið, Uni Debess hevði í høvdinum skuldi seinni gerast eitt stórt hitt. Sama lag var við at tryggja bólkinum GoGo Blues sigurin í Prix Føroyar í 2005 ella Atlantic Music Event, sum tiltakið róptist tá. Postútberingin hjá Posta verður broytt í summar, soleiðis at posturin ikki verður borin fólki tríggjar ferðir um vikuna, sum vanligt annars er. Frá 10. juli og til 11. august, tað vil siga tær næstu fimm vikurnar, verða lýsingar og vanlig brøv borin út tvær ferðir um vikuna. Í løtuni ferðast tey kring Føroyar og filma føroyskar tónleikarar úti í náttúruni. Ætlanin er at gera ein film um Føroyar, samstundis sum, at tey marknaðarføra føroyskan tónleik í Russlandi, millum annað við at skipa fyri tiltøkum og konsertum. Sambært teimum elska russarar føroyskan tónleik. Jenis av Rana heitir á Høgna Hoydal, landsstýrismann, í landbúnaðarmálum um at geva Búnaðarstovuni boð um at skipa fyri, at so verður. Búnaðarstovan hevur annars fingið boð úr Fiskimálaráðnum um, at eingin serstøk játtan er tøk til ullarmóttøku í summar, og tí verður eingin heldur. Fiskimálaráðið bað annars Løgtingið um 300.000 krónur til millum annað at savna inn ull. Men játtan var eingin á fíggjarlógini, tá hon varð samtykt. Í áheitanini til Høgna Hoydal vísir Jenis av Rana á tíðindi í útvarpinum fyrradagin, har tað í størsta álvara varð tosað um, hvussu væl ull brennir á brennistøðunum. Hóast hon í dag ikki er Føroya gull , so kunnu vit ikki loyva okkum hetta, sigur Jenis av Rana. Tær fáu hundrað túsund krónurnar, sum móttøkan krevur, mugu fáast til vega, fyri at bjarga okkum frá skommini. Og royndirnar at gagnnýta ullina mugu stuðlast, sigur Jenis av Rana. Hann hevur sent føroyingum country tónleik í 20 ár, men nú gevst hann við Rót og rútmu. Tá ið hann kemur upp á 1001 morgun við sendingini, sum so nógv hava tikið til sín, steðgar tann rútman. Petur Rouch hevur við síni eyðkendu rødd og neyva nærlagni givið country sendingini tað lívið, sum hevur gjørt hana so seiglívaða. Vit fara í hesi samrøðuni við útvarpsvertin aftur til rótina. Sjálvur hevur Petur Rouch eina sterka søgu at fortelja um, hvussu tað er at vera krígsbarn, og hvørjar avleiðingar tað fekk fyri hansara samband við mammuna. Hann greiðir eisini frá um country, ymsu brigdini í hesum longsulsfulla tónleikinum, og hvussu hann sjálvur flýggjaði til tónleikin. Vørn ger vart við, at tey, sum ætla at bjóða upp á rættindi at fiska makrel, norðhavssild og svartkjaft og botnfisk í Barentshavinum á afturlatnu uppboðssølunum, eiga at senda Vørn skjalprógv tríggjar vikur fyri uppboðssøluna, ella áðrenn boð skulu latast inn. Nú kunnu tey bjóða, sum eiga fiskiskip uttan veiðiloyvi og feløg uttan skip, sum hava gjørt avtalu við fiskiskip undir føroyskum flaggi um at fiska keyptu kvotuna. Men Vørn skal góðkenna tey, sum ætla sær at bjóða á afturlatnu uppboðssølunum. Og tey skulu lúka treytinar í lógini um vinnuligan fiskiskap og prógva, at fiskiskipið er skrásett í Føroyum. Innlendismálaráðið sigur í avgerðini, at økið eystan fyri Sundsá var hvørki partur av Kaldbaks kommunu ella Tórshavnar kommunu, tá kommunurnar løgdu saman í 1977. Tá fór Sund eisini upp í Tórshavnar kommunu. Innlendismálaráðið sigur, at økið var partur av Hoyvík, sum seinni legði saman við Tórshavnar kommunu. Tað sigur Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar, nú Johnny í Grótinum, stjóri á Landssjúkrahúsinum, tók bygnaðarbroytingarnar aftur, sum førdu til, at meginparturin av ljósmøðrunum sjúkrameldaðu seg. Súni Schwartz Jacobsen, sum hevur verið forstjóri í Betri Banka síðani 2011, hevur í dag fráboðað avvarðandi nevndum í Betri samtakinum, at hann hevur valt at siga seg úr starvi. Hetta merkir, at hann samstundis heldur uppat sum forstjóri í Betri P f og Ognarfelag tryggingartakaranna, boðar Betri samtakið frá í tíðindaskrivi fyri løtu síðani. Vit hava valt at taka avgerð hansara til eftirtektar, sigur Birgir Nielsen, nevndarformaður í Betri P f. Hann vil ikki gera aðrar viðmerkingar til Kringvarpið í løtuni. Nógva umrøðan, ið hevur verið um Betri samtakið síðstu tíðina, gagnar ikki samtakinum. Virðiligasta loysnin er, at nýggjar kreftir taka við, sigur Súni Schwartz Jacobsen. Súni Schwartz Jacobsen, ið nú hevur sagt seg úr starvi, tók við stjórastarvinum í táverandi Eik Banka eftir Jørn Astrup Hansen, ið var stjóri í bankanum frá 2010 til 2011. Súni Schwartz Jacobsen tók við stjórastarvinum í Eik Banka í mai 2011. Hann kom tá úr einum starvi í BankNordik sum stjóri og vinnukundaleiðari, ið hann tók við í 2006. Nú er Tanja aftur í Asia, hesaferð ferðast hon í India. Skjótt fer hon at gera sjálvboðið arbeiði fyri lítla danska felagsskapin Gadens Børn, í býnum Kolgata, í nakrar mánaðir . Síðani hevur hon keypt sær ein flogferðaseðil til Nepal, men annars livir hon dag fyri dag í Asia. Hon væntar at vera burturi í eini sjey mánaðir aftur. Uni heldur, at bæði tann útlendska og tann føroyska tónleikaumboðanin er sera áhugaverd og fjølbroytt í ár, og hann leggur dent á, hvussu stórt tað er at fáa MØ til Føroya at framføra. Grundin verður aftur leygarkvøldið á ársins G festivali, og Uni heldur Grundina vera sera týdningarmikla. Eg elski føroysku náttúruna og fjøllini, og mær dámar væl at ferðast her, og eisini at vera ferðaleiðari, sigur Nils Malmros. Men í ár eru júst 20 ár síðani, at filmurin Barbara kom út. 28. septembur verður filmurin sýndur í Havnar Bio fyri statistum í filminum, sum eru 362 fólk. Havsvimjingin úr Havnini til Nólsoyar er hvørt ár á Ovastevnu, og tað er ymiskt, hvussu nógv fólk eru við, men í fjør vóru 16 fólk. Tá vann Erlendur Simsonsen havsvimjingina fyri fyrstu ferð. Niels Juel Arge er ein teirra, sum svimur, og hann hevur svomið við tvey tey seinastu árini. Hann er ikki gamal kappsvimjari, og hann byrjaði at svimja umleið eitt ár áðrenn hann luttók fyrstu ferð í 2015. Umsitingin hjá Løgtinginum fer nú at gera løgtingsformanninum ein lista við nøvnum á fólki, sum kunnu kanna Høgna Hoydal, landsstýrismann, og Aksel V. Johannesen, løgmann. Tað kann gerast torført at finna onkran í Føroyum, ásannar Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, sum virðir arbeiðssetningin hjá teimum, sum hava biðið um kanningarstjóra. Hetta er ein vánalig loysn, at koma við. Ivasamt er, um hetta fer at loysa trupulleikarnar við samstarvi og mistrivnaði á Landssjúkrahúsinum, sigur Ljósmøðrafelag Føroya í viðmerking seinnapartin. Stríðið millum ljósmøðurnar á Landssjúkrahúsinum og leiðsluna heldur tí fram. Ljósmøðurnar vilja ikki góðtaka uppskotið hjá leiðsluni um at broyta bygnaðin á Føðideildini á Landssjúkrahúsinum. Sambært tí uppskotinum skuldu ljósmøðurnar fáa evstu fakligu ábyrgdina og avgerðarrættin. Ljósmøðurnar skuldu eisini verða partur av depilsleiðsluni á Skurðdeplinum, men hetta er ikki nóg mikið. Í avgerðini verða nakrir fysiskir karmar bøttir. Burtursæð frá hesum verður bara staðfest tað, ið longu stendur í sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Ljósmøðrafelag Føroya, sigur fakfelagið. Tað er ikki bara fakfelagið hjá ljósmøðrunum, ið havnar uppskotið um at broyta bygnaðin. Tað er eitt mistak, at fara aftur til ein bygnað, sum ikki riggar, sigur forkvinnan í felagnum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum. Ljósmøðurnar eru als ikki hoyrdar, og eingi argument síggjast aftur. Leiðslan viðurkennir ikki ábyrgdina av, at stríðið er komið so langt, sigur Ljósmøðrafelag Føroya í viðmerkingini. Liu Xiaobo varð í síðsta mánað fluttur á sjúkrahús úr fongslinum, har hann sat, tí hann hevði krabbamein í livrini. Liu Xiaobo var dømdur ellivu ára fongsul fyri samfelagsfíggindaligt virksemi. Kinesisku myndugleikarnir gjørdust í øðini, tá mannarættindastríðsmaðurin fekk Nobelfriðar heiðurslønina. Nobel nevndin hjá norska Stórtinginum letur Nobel heiðurslønina. Tá Liu Xiaobo fekk hana, steðgaðu kinesiskir myndugleikar norska innflutninginum og tað gjørdist ein stórur smeitur fyri norsku alivinnuna at missa kinesiska marknaðin fyri norskum laksi. Liu Xiaobo var upprunaliga universitetsprofessari. Einans Gekkurin hevur verið á skrá í so nógv ár. Men nú parkerar eyðkenda røddin sendingina og gevst. Vit vóru við, tá ið næst seinasta sending sending nummar 1000 varð tikin upp Bústaðir fara at byggja 17 íbúðir við Karlamagnusarbreyt í Hoyvík. Byggi og býarskipanar nevndin í Tórshavnar kommunu samtykti í gjár at geva Bústøðum byggiloyvi til tvær verkætlanir við Karla magnusarbreyt. Størra verkætlanin er samstarv millum Bústaðir og Almannaverkið um 11 vardar íbúðir til ung fólk við serligum tørvi. Í hinari eru seks vanligar íbúðir. Íbúðirnar til ung fólk við serligum tørvi verða ikki bjóðaðar út eftir vanliga bíði listanum, men eftir bíðilista, sum Almannaverkið hevur. Tær seks vanligu íbúðirnar verða 100 fermetrar hvør. Tvær íbúðir eru í einari hædd og fýra íbúðir í tveimum hæddum. Bústaðir hava keypt tvey grundstykki frá kommununi, Karla magnusarbreyt 32 og 34, fyri galdandi prís. Hann er 1.710 krónur fyri fermeturin. Stykkini eru 572 og 357 fermetrar. Ikki fyrr enn Fíggjarmálaráðið almannakunnger frágreiðingina hjá Bárði Larsen, løgfrøðingi, ella partar av henni, fáa tey nógvu viðskiftafólkini hjá Betri samtakinum og onnur at vita, um frágreiðingin er so tyngjandi fyri Eik og Betri, at Súni Schwarts Jacobsen í gjár fór frá sum forstjóri í Betri banka, Betri samtakinum og Ognarfelagi tryggingar takaranna. Fíggjarmálaráðið bað fyrst í mars mánað Bárð Larsen kanna, hvussu TAKS handfór málið um skattafrádráttin hjá Eik. Bárður Larsen varð biðin, tí hann er uttanveltaður og hevur løgfrøðiligar førleikar og servitan um fyrisitingarrætt. Bárður Larsen varð biðin um at kanna millum annað, um tað var rætt av TAKS ikki at senda fútanum Eik málið at taka støðu til tað revsirættarliga, tað er at melda Eik fyri at bróta skattalógina. Fíggjarmálaráðið hevur nú havt frágreiðingina hjá Bárði Larsen í tvær vikur. Betri banki hevur fingið frágreiðingina til hoyringar og skal svara í seinasta lagi í dag. Ikki er greitt, um Betri eisini hevur fingið at vita, hvat Fíggjarmálaráðið fer at gera við málið. Eingin vil siga nakað um málið. Fíggjarmálaráðið sigur, at haðani kemur onkur fráboðan seinni. Hvørki nevndin í Betri samtakinum ella nevndin í Betri banka hava nakra viðmerking aðra enn tíðindaskrivið, sum kom fyrrapartin í gjár. Súni Schwarts Jacobsen hevur ikki verið at hitta. Hann boðaði í gjár frá, at hann hevði valt at siga upp. Súni Schwartz Jacobsen ásannaði, at nógva umrøðan av Betri í seinastuni gagnar ikki samtakinum. Tí er hann sannførdur um, at virðiligasta loysnin fyri allar partar er, at nýggjar kreftir taka við, stendur í tíðindaskrivi í gjár. Vit ætlaðu at spyrja nevndirnar í Betri banka og P f Betri, um niðurstøðan hjá Bárði Larsen er so tyngjandi fyri Eik og Betri, at nevndirnar bóðu forstjóran fara frá. Okkurt bendir tó á, at uppsøgnin er komin óvart á nevndirnar, tí eingin var at taka við eftir Súna Schwarts Jacobsen. Eingin fyribils forstjóri er settur. Løgtingsins umboðsmaður segði í niðurstøðu síni, at í fleiri førum vóru eftirkanningar av fastspentum sjúklingum ikki framdar tríggjar ferðir um samdøgrið, sum ásett er ella býttar javnt á samdøgrið. Reiðarar siga, at statskassin væntar at fáa 380 milliónir krónur í okkara pengum afturat í veiðigjaldi fiskiárið 2017 2018. Og næsta ár verða væntandi 700 millónir krónur í veiðigjaldi. Veiðigjaldið fyri tosk hækkar 107 prosent, fyri hýsu hækkar tað 127 prosent og fyri makrel 18 prosent. Tey, sum eiga fiskiskip í Íslandi, rinda veiðigjald eftir yvirskotinum hjá reiðarínum. Veiðigjaldið næsta ár byggir á tøl frá 2015. Reiðarar siga, at veiðigjaldið næsta fiskiár svarar til triðingin av avlopinum hjá íslendska fiskiflotanum í 2015. Veiðigjaldið fyri tosk fer upp í 1,44 krónur fyri kilo, fyri hýsu fer tað upp í 1,64 kónur og fyri makrel upp í 20 oyru fyri kilo. Talan er um kilo av rundum fiski. Samferðslumálaráðið søkir nú eftir stjóra til Arbeiðs og brunaeftirlitið. Umsóknarfreistin er til 18. august. Arbeiðseftirlitið og Brunaeftirlitið vórðu hálvan mai løgd saman í ein stovn. Leivur Persson, sum var leiðari á Arbeiðs eftirlitinum, er fyribils stjóri á Arbeiðs og brunaeftirlitinum. Játtanin hjá stovninum til rakstur er seks milliónir og 239.000 krónur í ár. Har arbeiða 11 fólk. Munur er á thai og olju mýking. Thai mýkingin er eitt sindur harðligari, og leggur stóran dent á at strekkja musklarnir út og mýkja teir væl. Olju mýkingin er eitt slag av sissandi terapi, og er góð fyri blóðrenslið og at sleppa av við strongd. Kirkjan var ikki við á G festivalinum í fjør, men sambært Mariu Jørðdal Niclasen saknaðu fólk kirkjuna. Hon heldur, at kirkjan passar væl inn í heildina á festival. Vit tosaðu eisini við Mariu við Skipá, sum var inni í kirkjuni og hugnaði sær. Í fjør var Sex krevur samtykki at síggja allastaðni, og tað ger seg enn galdandi, men nú er eitt nýtt átak komið afturat. Tað er Mynd krevur samtykki , og snýr seg um, at allar myndir, sum verða lagdar á netið krevja samtykki. Tað kemur oftari fyri seg í dag, at nakin myndir, ið vóru ætlaðar ávísum persónum, verða deildar við onnur ella lagdar út á netið. Fólk keypa nógv ullint klæðir, tá festivalar eru, og Óla Kristian á Torkilsheyggi sigur í skemti, at um tað regnar eitt sindur og er kalt, so bilar tað einki, tí so koma fleiri ein túr í Navia básin. Rættindini, ið seld verða, eru 5.447 tons av makreli, 1.107 tons av russiska og 614 tons av norska botnfiskinum í Barentshavinum, boðar Vørn frá í dag. Tey, ið kunnu bjóða eru eigarar av fiskifari undir føroyskum flaggi uttan veiðiloyvi ella føroyskt partafelag ella smápartafelag, ið kunnu skjalprógva avtalu um, at ávíst fiskifar undir føroyskum flaggi fiskar keyptu kvotuna. Feløg og persónar, ið ætla at bjóða upp á rættindi á uppboðssølu, skulu lata Vørn hóskandi skjalprógv í seinasta lagi tríggjar vikur áðrenn uppboðssølan verður hildin, ella boð skulu latast inn. Grundstykkini við Stóraklett í Sandavági vera nú seld. Tað skrivar Vága kommuna á heimasíðuni . Umhvørvisstovan hevur matrikulerað grundstykkini. Tey 11 grundstykkini eru øll umbiðin. Teldupostur er sendur øllum teimum, sum skulu hava grundstykki, við fráboðan um, at nú er klárt at keypa, sæst á heimasíðuni hjá Vága kommunu. Fyrst í mai stóðu 56 fólk á bíðilista til grundstykki í Vága kommunu. Tá gekst striltið við útstykkingunum, tí torført var at fáa arbeiðsmegi, orsakað av øktum byggivirksemi í landinum. Samstarvið var betri enn tað hevði verið leingi, tá sjúkrahússtjórin í apríl valdi at gera umfatandi broytingar. Tað sigur Rannvá Simonsen, næstforkvinna í felagnum hjá ljósmøðrunum. Tveir fyribils stjórar verða settir fyri Súna Schwartz Jacobsen, sum gavst í Betri í gjár. Tað sigur Birgir Nielsen, nevndarformaður í P f Betri, við útvarpið. Ein fyribils stjóri verður settur í Betri banka og ein í P f Betri, sum er Betri samtakið. Birgir Nielsen sigur, at nøvnini verða kunngjørd seinni í dag. Tað var fyrrapartin í gjár, at Betri samtakið boðaði frá, at Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri, hevur sagt seg úr starvinum. Enn er óvist, hvor orsøkin til uppsøgnina er. Viðskiftafólkini hjá Betri samtakinum mugu bíða eina tíð áðrenn tey fáa at vita, hví Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í Betri samtakinum, valdi at siga seg úr starvinum. Hann kom frá kappingarneytanum hann vaks skjótt við ábyrgdini og gjørdist fleirfaldaður stjóri í føroya størsta samtaki men skattamálið slapp hann aldrin av við. Søgan um bankastjóran Súna Schwartz Jacobsen vardi seks ár. Eingin veit nakað um orsøkina til at menninir doyðu. Umboðsmaðurin hjá skipinum boðaði løgregluni frá um hendingina, og tá skipið kom á Sund, fóru umboð fyri løgregluna saman við umboðum fyri Sjóvinnustýrið umborð í trolaran. Einki týðir uppá at talan er um nakað brotsverk, sigur løgreglan. Meir kunnu tey ikki siga, fyrr enn fleiri kanningar eru gjørdar í málinum. Trolarin var staddur norðanfyri, í altjóða sjógvi, tá menninir doyðu, og nærmasta land var Føroyar. Av tí at hendingin var í altjóða sjógvi, hevur løgreglan í Føroyum sum so einki við málið at gera, men skiparin hevði einki ímóti at løgreglan kom umborð. Í minsta lagi tvey lík eru flutt á Landssjúkrahúsið, men um líkskoðan verður, er heldur ikki greitt, tí tað mugu russisku myndugleikarnir geva boð um. Føroyska umboðið hjá skipinum hevur boðað russisku sendistovuni í Keypmannahavn frá hendingini, og annars eru øll kunnað um málið, upplýsir føroyska umboðið. Bjørn Mortensen er 49 ára gamal og hevur síðani í apríl sitið í nevndini í Betri Banka. Hann hevur royndir úr danska bankaheiminum, og frá 2006 til 2016 var hann stjóri í Nykredit Bank. Mortan Poulsen hevur drúgvar royndir sum stjóri, og hann er nú stápsleiðari í Betri Pf. og næstformaður í nevndini fyri Betri Pensjón Pf. Nevndirnar eru samstundis farnar undir eina setanartilgongd at finna nýggjan stjóra til Betri Banka Pf. og stjóra til Betri Pf., siga nevndarformenninir í tíðindaskrivinum. Fyri at sleppa at bjóða eru somu treytir galdandi sum Vørn hevur ásett fyri afturlætnu uppboðssøluna, og skjálprógvini skulu sendast til Vørn. Allar fimm hendingarnar vóru innanfyri 90 minuttir, og fóru fram í eysturpartinum av London. Har koyrdu gerningsmenninir á prutli upp á síðuna av ofrinum og stoyttu sýru ella líknandi vætu í andlitið á teimum. Fyrsta álopið hendi, tá ein 32 ára gamal maður um hálvgun ellivu tíðina í gjárkvøldið koyrdi á prutli sínum í økinum við Hacney. Tveir menn koyrdu upp á síðuna á og stoyttu etsandi løg í andlitið á honum. Síðani stjólu teir prutlið. Ein tannáringur handtikin í málinum. Hann er nú á politistøðini í eystur London, skrivar Metropolitan Police í tíðindaskrivi, sambært Ritzau. Ein maður, fyrst í 20 árunum, hevur viðgingið at hava framt stuldurin, sum fevndi um millum annað rúsdrekka, lyklar, bansinkort og pengapung. Løgreglan arbeiðir í dag við at fáa málið nærri lýst. Maðurin hevur eina kriminella fortíð, sum ger, at løgreglan umhugsar at biðja um at fáa mannin í grundlógaravhoyring, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn. Í gjár varavtala gjørd millum Klaksvíkar kommunu og finskan veitara um nýggjar bátabrúgvar, sum eftir ætlan verða tiknar í nýtslu á Vágni í heyst, skrivar kommunan á heimasíðuni. Tað er líkt til, at kommunan vil hoyra Kaldbaksnevndina, tá tað tænir býráðnum, og ikki tá tað ikki tænir kommununi, sigur Ingi á Smið, limur í Kaldbaksnevndini, sum langt frá er nøgdur við niðurstøðuna hjá Heilsu og Innlendismálaráðnum Útvarpið skilir, at fleiri fólk á Skála fara at skriva undir eitt felags mótmælisskriv, sum heitir á Runavíkar kommunu um at bíða við verkætlanini. MEST ætlar at byggja eina risastóra høll oman á dokkina, sum verður hægsti bygningur í Føroyum, og sum fer at síggjast aftur í landslagnum. Tann 23. mai vóru útivið 500 fólk á borgarafundi á Skála. Á fundinum fegnaðust fólk um virksemið, sum Mest ætlar at hava á skipasmiðjuni á Skála, men onnur óttaðust fyri, at høllin fer at skemma bygdina og taka útsýnið frá fólki. Borgarstjórin Torbjørn Jacobsen segði á borgarafundinum, at gongur alt eftir vild, so verður endalig avgerð tikin um byggiumsóknina í hesum árinum. Hóast tvey stór tiltøk, G festivalurin í Gøtu og Vestanstevnan í Miðvági, so hevur løgreglan havt lítið at gera um vikuskiftið. Tveir bilførarar vóru í nátt tiknir fyri rúsdrekkakoyring. Ein inni í Eysturoynni og ein í Havn. Tó so hava portørarnir á sjúkrahúsunum havt eitt sindur at gera av fólki, sum hevði drukkið, vóru dottin ella annað. Fleiri sjúkrabilar vóru sambært vakthavandi sendir til Gøtu í gjárkvøldið og í nátt, og ein sjúkrabilur var sendur til Miðvágs. Í ongum av førunum var talan um harðskap. Sambært vakthavandi eiga samarittarnir á økinum eitt herðaklapp Grindin var umleið 30 hvalir og 15 springarar. Drápið gekk skjótt sambært Suðurrás, sum eisini boðar frá, at fitt av fólki var í grind, hóast tíðliga ein sunnumorgun. Í samlaðu niðurstøðuni til kæruna, ið var 23 síður, sigur Heilsumálaráðið, at talan er um sera ymisk viðurskifti, sum tað verður kært um, har tað í nøkrum førum er torført ella ógjørligt hjá HIMR at koma við einari greiðari niðurstøðu. Partarnir av kæruni eru um sáttmálarbrot, og her sigur Heilsumálaráðið seg ikki vera rættan kærumynduleika, men at um ljósmøðurnar á Landssjúkrahúsinum meta, at stjórnin hevur framt áhaldandi sáttmálabrot, eiga tær at fara til Ljósmøðrafelag Føroya, sum kann taka tað upp við sáttmálapartin, sum í hesum føri er Fíggjarmálaráðið, ella felagið leggur kærurit beinleiðis fyri Fasta Gerðarrætt til støðutakan. Ljósmøðurnar kærdu eisni um samstarvstrupulleikar við leiðslu og fakbólkar, og her sigur Heilsumálaráðið seg fara at heita á stjórnina á Landsjúkrahúsinum um at gera alt fyri at avbjóðandi samstarvstrupulleikarnir verða loystir beinanvegin. Vanlukkan hendi á áskoðaraplássunum á leikvøllinum í høvuðsstaðnum Dakar , tá áskoðarar hjá liðunum Stade de Mbour og Union Sportive Ouakam brustu saman beint aftaná dystarlok. Løgreglan royndi at steðga bardaganum við táragassi, men panikkur kom í stóru mannafjøldina og trýstið frá mongu áskoðarunum gjørdi, at ein betongveggur datt omaná fólk. Val skal eftir ætlan vera í Senegal 30. juli. Valið er longu útsett einaferð, og skuldi upprunaliga vera 2. juli. Sambært BBC hevur forsetin boðað frá, at dagurin í dag er sorgardagur og at eingin eigur at reka valstríð í dag. Týsdagin byrjar revsimálið í rættinum í Reykjavík móti 30 ára gamla manninum, sum er ákærdur fyri at hava dripið 20 ára gomlu Birnu Brjánsdóttir Eitt av prógvunum hjá løgregluni móti 30 ára gamla manninum er, at blóð, sum stavar frá Birnu Brjánsdóttir, varð funnið í bilinum, sum hann hevði leigað. 30 ára gamli maðurin noktar seg framvegis sekan. Hann hevur áður í avhoyringum játtað, at hann koyrdi bilin , har blóð var funnið. Birna Brjánsdóttir hvarv tíðliga leygarmorgunin, 13. januar. Eina góða viku seinni varð hon funnin deyð. Ein tyrla fann líkið av henni í sjóvarmálannum nær Selvogsvita vestanfyri Thórlakshøfn, 50 kilometrar sunnanfyri Reykjavík. Fáar dagar eftir at hon hvarv vórðu tveir av manningin á grønlendska trolaranum, Polar Nanoq, handtiknir. Annar var tó fríkendur fyri allar skuldsetingar og latin leysur aftur. Grindin, sum legði beinini í Vági í morgun var 30 hval og 12 springarar. Grindin verður býtt til Vágs bygd, og seðlarnir koma út klokkan 16 seinnapartin, boðar Jaspur Vang, sýslumaður í Suðuroynni frá. Tað skal vera tryggari at ferðast út í Stakkin hjá Tjørnuvíkingum og øðrum. Tí er Staksnevndin farin undir at skifta rennistrongirnar, sum ganga millum Stakkin og Streymoynna. Ístaðin fyri tveir rennistrongir, skulu fýra streingir bera kassan, sum fólk sita í. Tað sigur Jógvan Magnussen, umboð fyri Staksnevndina í Tjørnuvík. ArtiCon ger arbeiðið, er mett at kosta umleið hálva millión krónur. Arbeiðið byrjaði mánadagin 10. juli, tá fólk frá ArtiCon fóru út í Stakkin saman við staðbundnum fólki. Fyrsta uppgávan er longu loyst, at gera fundamentið í Stakkinum, sum skal bera stálfesti í Stakkinum. Í komandi viku verður fundamentið gjørt á Streymoynna, áðrenn rennistreingirnir verða festir, uppsettir og uppspentir. Ein túrur út í Stakkin er ikki fyri sartar sálir ella fólk við hæddarræðslu, sum sæst her, tá Monique Davis og Drake Roberts úr Amerika í 2015 við á túrinum . Við sær høvdu tey alskyns upptøkutól Bretski fíggjarmálaráðharrin, Philip Hammond, sigur, sambært Reuters, at í hansara baklandi er undirtøka fyri einari skiftitstíð í mun til ES og bretsku útlimanina úr ES. Fyri fimm vikum síðani var hugskotið um eina skiftistíð rættuliga nýtt, men eg haldi, at ein í dag kann siga, at so at siga øll rundan um stjórnina taka undir við hugskotinum um eina skiftistíð av onkrum slag, sigur Phillip Hammond við BBC. Neyðugt er at broyta lógina um skipaskráseting, nú fiskivinnulóggávan er broytt. Ikki er neyðugt longur at hava veiðiloyvi fyri at keypa fisk á uppboðssølu. Lógin um skipaskráseting er fyri fiskiskip, sum verða brúkt til vinnuligan fiskiskap og hava veiðiloyvi frá landsstýrinum. Men hendan 20 ára gamla treytin, sum er at hava veiðiloyvi, verður nú strikað í lógini um skipaskráseting. Tað kann hava við sær, at 10.000 bankastørv hvørva úr London, umframt 20.000 onnur størv, sum hava við fíggjarmarknaðin at gera, vísir ein greining hjá belgiska hugsanarbankanum, Bruegel. Talan er um stóru bankarnar, Morgan Stanley, Citigroup, Deutsche Bank og JPMorgan. Allir hava boðað frá, at teir fara at flyta nógv av virkseminum úr London, fyri at kunna vera nærri at fyritøkum í øðrum europeiskum londum. Tað eru ymsar hugsanir um støðuna. Summi meta at umleið 232.000 størv í fíggjarmarknaðinum kunnu hvørva, meðan onkrar aðrar metingar siga, at talan bara verður um 4.000 størv. Fleiri greiningarfyritøkur vísa longu á, at fleiri bankar og fíggjarfyritøkur annars longu eru farnar undir at flyta starvsfólk úr London. Gongdin kann gerast ein vanlukka fyri bretska forsætisráðharran, Theresu May, men ein fyrimunur fyri týska samveldiskanslaran, Angelu Merkel, tí fleiri bankar ætla at flyta virksemið til Týsklands. Samráðingarleiðarin hjá ES hevur boðað frá, at tað má ganga skjótari enn samráðingarnar higartil hava gingið. Hann hevur samstundis víst á, at Bretland ikki fær eina fríhandilsavtalu við ES, tá landið fer burturúr. Í Bretlandi er langtfrá semja um Brexit, og um vikuskiftið segði fyrrverandi forsætisráðharrin, Tony Blair, at brexit má steðga, tí tað fer at gera enda á landinum. Theresa may, forsætisráðharri í Bretlandi, hevur fleiri ferðir sagt, at Brexit merkir Brexit, uttan mun til, hvørja avtalu Bretland fær við hini ES londini. U21 hondbóltslandsliðið er í hesum døgum í Algeria, har teir skulu spæla HM endaspæl. Fríði Weyhe er ein av føroysku landsliðsleikarunum, og hann sigur, at menninir eru altíð spentir at hittast til landsliðsvenjing. Hondbólturin fyllir ógvuliga nógv í lívinum hjá Fríða, og í ár hevur summarið snúð seg um fyrireiking til HM. Tað vísir ein kanning, sum ABC News og Washington Post hava gjørt. Bara 36 prosent av amerikanska fólkinum siga seg stuðla Trump, meðan 58 prosent siga seg ikki stuðla hann. So vánaligt skoðsmál hevur eingin forseti fingið seinastu 70 árini, skriva miðlarnir. Fleiri kanningar eru gjørdar í juli, og allar vísa tað sama at 57 ella 58 prosent av fólkinum siga seg ikki vera nøgd við forsetan. Undan Trump hevur eingin forseti fingið so vánaligt skoðsmál síðani Gerald Ford í 1975 fekk undirtøku frá 40 prosentum av fólkinum. Mest avhildni forsetin var Harry S. Truman, sum fekk undirtøku frá 82 prosentum av fólkinum, tá hann hevði sitið í eitt hálvt ár. Truman bleiv forseti eitt hálvt ár áðrenn seinni heimsbardagi endaði. Tá søgdu bara níggju prosent, at tey ikki vóru nøgd við forsetan. Næstan annarhvør amerikanari heldur eisini, at støðan hjá USA í heiminum er viknað undir Trump sum forseta. Fimm av teimum seks hava røtur úti í Hesti, og tey ungu fólkini hava leigað sær tvey hús og búgva trý í hvørjum húsi. Tey tíma ógvuliga væl at búgva í Hesti, og tey síggja møguleikar í oynni. Tó er ferðasambandið ikki serliga gott, og tað ber illa til at passa starv og skúla í Havn og búgva úti í Hesti. Tey royna at búgva har eitt ár fyri fyrst, men alt avhongur av, um ferðasambandið verður betri. Servandar russiskar deildir tóku seg umborð á Greenpeace skipið í 2013, og síðani er skipið umvælt, og er nú á veg aftur til Bjarnoynna. Har skal skipið royna at forða Statoil at bora eftir olju. Korpfjellbrunnurin er tann norðasti sum er boraður, og hann liggur uttanfyri norskt øki, og har eigur ikki at verða leitað eftir olju, sigur leiðarin hjá Greenpeace í Noreg, Truls Gulowsen. Skipioð fór fram við Lofoten í gjár á veg til Tromsø, har skal nýggj manning mynstra umborð, áðrenn skipið heldur leiðina fram í Barentshavið, og skipið fer úr Tromsø mikudagin ella hósdagin. Statoil hevur lagt seg eftir at bora brunnarnar so teir sum minst ávirka djóralívið í økinum, Vit hava borað nógvar brunnar í Barentshavinum seinastu árini, og enn hevur einki óhapp verið, sigur ein talsmaður fyri felagið. Statoil sigur seg vita av, at Arctic Sunrise er á veg í Barentshavið, men vil ikki gera viðmerkingar til tað. Greenpeace vil heldur ikki gera viðmerkingar til ætlaninar hjá skipinum, men sigur at skipið fer at gera vart við, at tað ikki er rætt at bora í Barentshavinum. Greenpeace hevur stevnt norska statinum, fyri ikki at hava loyvi at bora í økinum í Barentshavinum. Tí tað skal vera brot á grundlógina. Málið kemur fyri í rættinum 14. november, og Greenpeace finst hvassliga at, at Statoil byrjar at bora, áðrenn sakarmálið er avgreitt. Statoil vísir á, at sakarmálið er ímillum umhvørvisfelagskapin og statin, meðan felagið hevur fingið loyvi at bora í Barentshavinum, og hevur skyldu at gera eftir loyvinum. Bæði norska løgreglan og norska vaktartænastan siga seg kenna til støðuna, og fara at fylgja gongdini í Barentshavinum. Prísurin fyri at koyra ígjøgnum undirsjóvartunnlarnar lækkar. Prísurin fyri hvønn túrin við haldi lækkar úr 30 krónum niður í 25 krónur. Prísurin fyri hald til akfør, ið eru longri enn seks metrar, lækkar úr 135 krónum niður í 100 krónur fyri hvønn túrin. Prísirnir fyri árshaldini og stakar túrar vera óbroyttir, sigur tunnilsfelagið. Eldurin í Varðanum Pelagic skundaði undir arbeiðið at gera eina tilbúgvingarætlan fyri Tvøroyar kommunu. Býráðið samtykti í síðstu viku tilbúgvingarætlanina. Arbeiðið at gera tilbúgvingarætlanina, sum er kravd í tilbúgvingarlógini, byrjaði í fjør heyst. Eftir eldin í Varðanum Pelagic 9. juni varð arbeiðið tikið uppaftur og gjørt liðugt. Á eykabýráðsfundi í síðstu viku samtykti býráðið einmælt at taka undir við uppskotinum um tilbúgvingarætlan og tilbúgvingarpolitikk fyri kommununa. Tær 16,4 milliónirnar, sum vóru upplýstar í almennu fráboðanini, tá samtakið Føroya Tele Klintra vann útboðið, eru einans fyri menningina av skipanini. Samtakið fær aðrar 14 15 milliónir fyri support fyrstu fimm árini. Tað sæst í einum innliti í útboðstilfarið, sum útvarpið hevur fingið. Talgildi samleikin varð boðin út alment. Tá freistin var 20. juni vóru bara tvey tilboð komin inn. Eitt frá Elektron og eitt frá einum samtaki millum Føroya Tele og privatu fyritøkuni, Klintra. 26. juni boðaði Gjaldsstovan frá, at Samtakið Føroya tele Klintra vann kappingina Grundað á góðsku og prísmetingar av tilboðunum, varð tilboðið frá Klintra Føroya Tele mett sum tað betra tilboðið og samráðingar vórðu tí tiknar upp við samtakið. Tilboðið at menna og seta í verk loysnina ljóðar á 16,4 milliónir krónur Tað er ikki skeivt, men tað er heldur ikki øll søgan ella allur kostnaðurin. Tí Føroya Tele fær omanfyri 30 milliónir krónur fyri Talgilda samleikan. Tær 16,4 milliónirnar, sum vóru upplýstar í tíðindaskrivinum eru einans fyri at menna skipanina. Føroya Tele og Klintra fáa fimm árini aftaná 14,5 milliónir fyri tað, sum á teldumáli verður kallað support. Tað váttar Nikolai Balle, leiðari á verkætlanini at talgilda Føroyar. Hann hevði ikki hug at gera bandaða samrøðu við útvarpið í dag, men upplýsir, at allar slíkar verkætlanir hava rakstrarútreiðslur og mett var ruddiligast at upplýsa kostnaðin av at menna skipanina og ikki rakstrarútreiðslurnar. Sáttmáli er undirskrivaður við samtakið um support tey fyrstu fimm árini. Hvat síðani hendir er enn ógreitt. Árligu rakstrarútreiðslurnar knýttar at talgilda samleikanum eru mettar til umleið tríggjar milliónir. Tær fimtan milliónirnar til support í fimm ár verða eisini tiknar av verklagslógini á hálvtannaðhundra milliónir, sum Løgtingið hevur játtað til talgildingina av Føroyum. Allir føroyingar skulu eisini hava eitt kort av onkrum slag. Enn er avgerð ikki tikin um, hvat fyri slag av korti føroyingar skulu hava, men sannlíkt er at talan verður um eina sokallaða mobile loyns, sum leggur seg tætt at fartelefonum. Greitt er, at talan verður ikki um eina pappírkortloysn líka NemID. Í fjør komu 426 kærur, og 610 mál vórðu avgreidd, tað mesta nakrantíð í einum ári. Flestu málini eru hjá Høvuðsbarnaverndini, sum tók 182 avgerðir í fjør. Verður avgerð hjá Høvuðsbarnaverndini kærd, fer hon í rættin. Í fjør vóru níggju slíkar avgerðir í Føroya rætti. Høvuðsbarnaverndin tók avgerð um 88 børn í fjør. Kærustovnurin er umsiting hjá 11 kærunevndum. Kærunevndin hjá Barsilsskipanini og Kærurnevndin hjá Arbeiðsloysisskipanini komu afturat í fjør. Grindboð eru í Hvannasundi. Grindin varð funnin í Svínoyarfirði um hálvgum trý tíðina seinnapartin í dag, upplýsir sýslumaðurin, Karl Johansen, fyri útvarpinum. Tá útvarpið tosaði við Karl Johansen, sýslumann, klokkan 15 05 segði hann, at grindin var útfyri Tjørnunes, og at hon verður hildin til í Hvannasundi, sunnan fyri byrgingina. Verður grindin hildin til í Hvannasundi seinnapartin, er hetta triðja grindin, ið verður hildin til í bygdini eftir bara tólv døgum. Ein grind legði beinini har 5. juli og ein onnur 8. juli. Grindadrápið 5. juli elvdi til ferðsluruðulleika í Hvannasundi. Tá stóðu bilar 2 300 bilar frá tunnilsmunnanum og fullkomin ruðulleiki valdaði í ferðsluni orsakað av drápinum. Starvið varð lýst leyst tíðliga í 2016, men tá var bara ein umsókn . Fíggjarmálaráðið var ikki heilt nøgt við mannagongdina, og tí varð avgjørt, at starvið skuldi lýsast leyst aftur, og tað verður so gjørt nú. Starvið verður lønt sambært sáttmálanum millum Tænastumannafelagið og Lønardeildina á lønarstigi 36. Tað svarar til 43.324 krónur um mánaðin, umframt 15 prosent í eftirløn. Miðað verður eftir, at starvið sum SALT stjóri verður sett 1. oktober ella eftir nærri avtalu, sæst í starvslýsingini. Umsóknarfreistin er hósdagin, 17. august klokkan 12 00. Tey flestu mundu varnast, at ein irriteraður Suni Merkistein misti sambandið og mátti skifta sendaramikrofonina út við eina fartelefon, miðskeiðis í frásøgnini frá kappróðrinum á Vestanstevnu. Tað var eitt álop, sum rakti Huawei verjugarðin hjá Føroya Tele, sum hevði við sær, at netið fór í svart umleið ein tíma millum klokkan 15 30 til 16 30 leygardagin. Í fyrstu atløgu helt verjugarðurin, men neyðugt var hjá Datatøkni deildini hjá Føroya Tele at gera tillagingar í verjugarðinum fyri at standa ímóti álopinum, og tað var í hesum sambandið, at 4G netið av ókendum orsøkum fór í svart. Føroyingar eiga met millum norðanlond, tá tað kemur til at ganga í kirkju og á møti. Okkurt bendur á, at vit føroyingar trúgva meir á Guð, enn danir, sviar og norðmenn gera. Og hvat hevur sjógvurin við tað at gera Man kann ikki tosa um átrúnað í Føroyum uttan at tosa um sjógvin og fiskivinnuna , sigur Heini í Skorini, ph.d í altjóða politikki. Í øðrum parti av útvarpsrøðini Sjógvurin og vit kanna vit, hvørja ávirkan tætta tilknýtið til sjógvin hevur á okkara samband uppeftir. Vit vitja í Nesvík, har 190 kvinnur koma saman fyri at biða fyri føroyskum sjófólki. Vit fara eisini á Listasavnið at tosa um málningarnar hjá Mikines. Síðst í sendingini er ein samrøða við Heina í Skorini, sum greiðir frá, hvat reiðarar, brøðrasamkoman, sjóvanlukkur og guðstrúgvin hava við hvørt annað at gera. Hetta er triðja grindin í Hvannasundi í juli mánaði, tí gjørdi sýslumaðurin av, at grindin skuldu býtast til Klaksvíkar, Viðareiðis og Kunoyar. Seðlarnir koma út klokkan átta í morgun, skrivar Norðlýsið. Skorið verður upp á kaiini á vestara armi og á kaiini á eystara armi í Klaksvík. Ferðavinnan í Suðuroynni skal mennast, og býráðið á Tvøroyri hevur tikið fyrsta stigið. Býráðið hevur samtykt at játta 250.000 krónur umframt meirvirðisgjald til eina verkætlan, sum Ingibjørg Berg og Theresa T. Kreutzmann hava gjørt. Verkætlanin kallast innlendis og økismenning av ferðavinnuni í Suðuroynni. Fyrsta stigið kann byrja longu í september í ár. Annað og triðja stig verða næsta ár. Tey bæði fyrstu stigini kosta 400.000 krónur umframt meirvirðisgjald. Teir pengarnir verða settir av í fíggjarætlanini hjá Tvøroyri fyri 2018. Fíggjarnevndin á Tvøroyri mælir til, at aðrar kommunur í Suðuroynni kunnu vera við í verkætlanini. Nevndin mælir eisini til, at Tvøroyar kommuna fer úr Suðuroyar ferðavinnufelag á nýggjárinum. Hetta er mesti árligi prísvøkstur síðani í fjórða ársfjórðingi í 2012. Og hetta er nakað meira enn í fyrsta ársfjórðingi, tá árligi prísvøksturin var 1,2 prosent. Hetta seinasta árið eru allir prísir farnir upp uttan prísirnir á klæðum, skóm og innbúgvi og í bólkinum, sum eitur ymiskar vørur og tænastur. Oljan er 19,2 prosent dýrari, men streymurin kostar nú 3,1 prosent minni enn í fjør. Samanumtikið er húsarhaldið vorðið 4,3 prosent dýrari at reka. Bensin og diesel kosta tíggju prosent meira enn í fjør. Í dag fæst at vita, hvørja niðurstøðu Bárður Larsen, løgfrøðingur, hevur gjørt av handfaringini hjá TAKS í nógv umrødda skattamálinum hjá Eik banka. Tí seinnapartin verður niðurstøðan í kanningini almannakunngjørd. Fíggjarmálaráðið setti í mars mánaði Bárð Larsen, løgfrøðing, at gera eina kanning av handfaringini hjá TAKS av málinum. Fíggjarmálaráðið fekk kanningina 30. juni, og hevur sostatt havt kanningina í meira enn tvær vikur. Kanningin hevur eisini verið hjá Eik, sum nú eitur Betri, til hoyringar. Níggju stórfingnar familjur berjast um valdið yvir mýtisku Westeros londini, ímeðan ein gloymd ætt vendir aftur eftir at hava verið í dvala í nógv túsund ár. Sendirøðin eitur Game of Thrones. Sætta røðin varð víst í juni 2016, og nú, eftir eitt ár, varð fyrsti partur av sjeyndu røðini vístur. Stóra skattamálið snýr seg um, hvørt Eik hevði rætt til ein skattafrádrátt á 90 milliónir krónur ella ikki, og um TAKS fekk allar upplýsingar frá Eik. Í februar í fjør skrivar Berlingske Business , at Eik er undir illgruna fyri av órøttum at hava fingið 90 milliónir krónur í skattafrádrátti úr landskassanum, og at tað eisini er orsøkin til, at Jørn Astrup Hansen sum mótmæli móti avgerðini hjá Eik fór úr nevndini í bankanum. Greinin heldur fram niðanfyri. Frádrátturin stavar frá tí tíðini, tá Fíggjarligt støðufesti í 2010 yvirtók gamla Eik banka, ið fór á húsagang, og setti tvær milliardir krónur í bankan. Eitt nýtt felag varð stovnað við nýggja kapitalinum, men hóast tvær milliardir krónur í innskotnum eginpengini, varð neyðugt at niðurskriva virðir fyri 500 milliónir krónur. Tá TF Holding hevði yvirtikið Eik frá Fíggjarligum Støðufesti, bað bankin um ein skattafrádrátt fyri niðurskrivingina. Og so tók tvídrátturin seg upp. Greinin heldur fram niðanfyri. Fyrst segði TAKS Ja til frádráttin, men so tók Fíggjarligt Støðufesti tað óvanliga stigið at rópa varskó fyri føroyska Fíggjarmálaráðnum við boðum um, at Eik var í ferð við at súgva meira enn 90 milliónir krónur úr landskassanum, sum bankin ikki hevði rætt til, men sum bankin hevði fingið grønt ljós frá TAKS til, tí Eik ikki hevði givið TAKS fullgóðar upplýsingar. Greinin heldur fram niðanfyri. Eftir tvær aðrar viðgerðir, kom TAKS til niðurstøðuna, at frádrátturin var null krónur. Sjeynda februar í ár sendi Eik eitt tíðindaskriv út, har tað millum annað stóð soleiðis Í málinum um frádrátt fyri undirbalansu í sambandi við yvirtøku av virkseminum frá gamla Eik Banka, hevur TAKS staðfest, at talan er um eitt skattligt goodwill fyri nýggja Eik Banka. TAKS hevur tó virðisásett henda skattafrádrátt til 0 krónur Eik Banki er ikki samdur í virðisásetingini. Men málið hevði reist so nógv almenn ivamál, at Fíggjarmálaráðið gjørdi av, at ein kanning skuldi gerast av handfaringini hjá TAKS av málinum. Bárður Larsen, løgfrøðingur, varð settur at gera kanningina , sum varð handað Fíggjarmálaráðnum 30. juni. Greinin heldur fram niðanfyri. Niðurstøðan í kanningini hevur verið til hoyringar hjá Betri banka, sum Eik nú eitur, og fyri fáum døgum síðani, 13. juli, fór Súni Schwartz Jacobsen úr øllum sínum sessum í Betri samtakinum. Súni Schwartz Jacobsen ásannar, at nógva umtalan, sum hevur verið um Betri samtakið í seinastuni, ikki gagnar samtakinum, og tí er hann sannførdur um, at virðiligasta loysnin fyri allar partar er, at nýggjar kreftir taka við. Klokkan 14 seinnapartin í dag fær almenningurin innlit í niðurstøðuna í kanningini um handfaringina av skattamálinum. Tá fæst millum annað at vita, um málið er so álvarsligt, at tað verður sent fútanum. Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum setti 6. mars 2017 Bárð Larsen, adjunkt í løgfrøði, at kanna málsgongdina á TAKS í sambandi við sonevnda skattamálið hjá EIK. Høvuðsniðurstøðurnar hjá Bárði Larsen eru at talan var um fyrsta og einasta skattamál av sínum slagi í Føroyum, at TAKS ikki hevur tikið avgerðina í juni 2015 í sonevnda skattamálinum hjá EIK á einum nøktandi grundarlagi, men at málsviðgerðin í seinna parti av málinum hevur verið nøktandi, at TAKS ikki hevur havt greiðar mannagongdir fyri, hvussu stór og trupul mál skulu viðgerast, herundir nær uttanhýsis ráðgeving verður fingin til høldar, at endaliga niðurstøðan hjá TAKS um, at virðið av good will á 0 krónur var ein niðurstøða, ið rættaði fyrru avgerðina, uttan at gera tað neyðugt at afturkalla ella ógilda fyrru avgerðina, at TAKS átti at hava sent fútanum málið til støðutakan. Fíggjarmálaráðið staðfestir, at TAKS nú hevur avgjørt at senda málið til fútan til støðutakan og sostatt hevur rættað fyrru avgerðina. TAKS tók ávís stig til at betra fyrisitingina í seinnu helvt av viðgerðini av skattamálinum hjá EIK. TAKS ikki hevur nøktandi mannagongdir á ávísum økjum. Til tess at styrkja skattafyrisitingina hevur TAKS, frá landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, fingið skrivlig boð um at fáa fylgjandi viðurskifti í rættlag í seinasta lagi hálvan september Greiðar, skrivligar mannagongdir fyri hvørjir málsviðgerar viðgera stór og ella trupul mál, og nær heitt verður á uttanhýsis serkunnleika, í hvønn mun leiðsla og stjórn skulu luttaka í málum og møguliga taka prinsipiellar avgerðir, hvørjar upplýsingar skattgjaldarar skulu lata fyri at geva TAKS eina nøktandi mynd av málinum, nær TAKS sendir fútanum mál til støðutakan, og onnur viðkomandi viðurskifti, ið kunnu styrkja fyrisitingina hjá TAKS. Fíggjarmálaráðið staðfestir somuleiðis, at viðgerðin hevur sett spurnartekin við, um tíðin ikki er farin frá herdu tagnarskylduni í 151 í Skattalógini, ið varð ásett, langt áðrenn vit fingu vanligar innlitsreglur og fyrisitingarlóg. Eisini er møguligt, at neyðugt verður at herða og nágreina upplýsingarskylduna hjá vinnurekandi feløgum. Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum hevur tí sett í gongd arbeiði at gera lógarbroytingar hesum viðvíkjandi. Samanumtikið verða ítøkilig stig nú tikin fyri at fyribyrgja, at søgan endurtekur seg. TAKS fer undir at styrkja fyrisitingina, eitt nú við greiðari mannagongdum í mun til stórmál framyvir, skattalóggávan verður endurskoðað, og fútin fær hartil møguleika at taka støðu til málið. Kári Jacobsen og Elin Brimheim Heinesen arbeiddu í 1987 við kasettubandinum hjá bólkinum Nalja, tá Elin leitaði fram yrkingina Eitt dýpi av dýrari tíð , sum pápi hennara hevði skrivað mong ár frammanundan. Síðani er sangurin umsettur til fleiri ymisk mál og hevur vunnið altjóða viðurkenning. U21 hondbóltslandsliðið er í hesum døgum í Algeria, har teir spæla HM endaspæl. Áki Egilsnes er ein av føroysku landsliðsleikarunum, og hann byrjaði longu at spæla minihondbólt sum fimm ára gamal. Áki hevur eisini verið í Danmark og spælt hondbólt á einum av landsins bestu eftirskúlum. Har vóru fleiri hundrað umsóknir, og hann var ein av 16, sum sluppu inn. Sonevnda skattamálið hjá táverandi Eik banka skal latast fútanum til nærri støðutakan. Fútin má gera metingina um nakað revsivert er farið fram. Tað er ein av niðurstøðunum hjá Bárði Larsen, løgfrøðingi, ið Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, í mars setti at kanna málsgongdina í sonevnda skattamálinum. TAKS hevur tikið avgerð um at senda málið um nógv umrødda skattafrádráttin hjá Eik banka til fútan, tí tað er tilmælið hjá Bárði Larsen, serliga advokatinum hjá Fíggjarmálaráðnum, ið hevur kannað málið til botns Bárður Larsen tekur ikki støðu til, um málið eigur at føra til, at ákæra verður reist. Løgfrøðingurin tekur heldur ikki støðu til, um grovt svik er framt, ið eigur at føra til dóms. Nevndin í Betri Banka tekur undir við, at skattamálið skjótast gjørligt eigur at latast fútanum til rættarliga meting, so ein endi fæst á ivamálinum, sum bankin orðar seg í tíðindaskrivi . At málið verður latið fútanum ljóðar álvarsligt og skal eisini takast í álvara, men tað er umráðandi at minnast til, at kanningin snýr seg um eina einstaka sak, og ikki um virksemi bankans annars, sigur Bjørn Mortensen, forstjóri í Betri Banka. Frætt meira og hoyr samrøðu við Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, í útvarpstíðindunum klokkan 15 00 her. Tað var Helgi Jacobsen, sum stóð á odda fyri verkætlanini at útgeva bandið. Hann heitti á Bill Justinussen um at syngja og tað játtaði Bill, sum sang nógv í samkomuni Effata, har Helgi Jacobsen eisini var virkin. Summarmorgun hevur tosað við Bill Justinussen, sum tey flestu best kenna sum løgtingslim fyri Miðflokkin, um hittið og bandið, sum bæði bóru navnið Vitin . Í hesu ættarbandsskrá, er nógv áhugavert at síggja. Millum annað, at 149000, av teimum 158000 føroyingunum, eru øll í familju við ein mann, og ein kvinna, sum átti sítt fyrsta barn í 1880, hevur í dag 3474 eftirkomarar. Lurta eftir samrøðuni við Guðrið Andorsdóttir, stjóra á ílegusavninum, og tættan skyldskap og áhugaverdu ílegurnar hjá okkum føroyingum. Ófriðurin og herverkini, sum vórðu gjørd á G 20 toppfundinum í Hamburg fyrr í mánaðinum, kostaðu týsku tryggingarfeløgunum 90 milliónir krónur. Tað vísir ein uppgerð sum tryggingarfeløgini hava gjørt. Skaða vórðu gjørdir á handlar, bygningar annars og á bilar, skrivar Bild. Hildið verður, at bilar fyri minst 30 milliónir krónur fóru upp í royk. Umframt nógvu herverkini, so fingu 476 løgreglufólk skaða, 400 fólk vórðu tikin og 225 av teimum vórðu fongslað og ákærd fyri harðskap. Borgarstjórin í Hamburg, Olaf Scholz, segði eftir toppfundin, at tilbúgvingin ikki var nóg góð, og hann bað fólk um umbering fyri tað, sum hendi. Andstøðan í býráðnum hevur kravt, at borgarstjórin leggur frá sær. Tað ætlar hann sær ikki, men hann hevur róð framundir at hækka revsingina fyri ólevnað og ófrið í býnum. Sum tónleikara kenna vit best Finn Koba úr bólkinum, men hann hevur eisini givið út tónleik í egnum navni Finnur Jensen, sum hann æt tá. Eitt av teimum løgunum er sangurin Gloym meg ei , sum er skrivaður í fleiri umførum. Finnur skrivaði um ein vinmann, sum var í eini kreppu, men sangurin gjørdist ikki liðugur, fyrr enn Finnur sjálvur endaði í eini kreppu. Tað var 29. apríl í 2008, at Uni Arge skrivaði sangin, sum síðani hevur verið regluliga at hoyrt í bæði loftmiðlunum og í veitslum annars. Alt byrjaði, tá kona Una, Malan, og hann koyrdu ein túr eftir R.C. Effersøesgøtu. Fyrsta tíggju minuttirnar fylgdust liðini, men tá eitt korter var farið, vóru Føroyar á odda 12 9, og tað eydnaðist eisini at halda leiðsluna til dystarlok. Leggja vit fiskivinnuna og alivinnuna saman, so eru tær báðar vinnurnar grundarlagið undir millum 60 og 70 prosentum av búskaparliga virkseminum í Føroyum, tað sigur Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur. Hesar báðar eru okkara kjarnuvinnur og eru við til at skapa grundarlagið undir øðrum vinnum og almennum tænastum í Føroyum. Tað ávirkar alt býarlívið á Tvøroyri, at Varðin Pelagic setti sítt virki á stovn í 2012 , sigur kommunustjórin á Tvøroyri. Virkið, sum nú er farið upp í royk, fungerar í sendingini sum eitt ítøkiligt dømi upp á, at fiskivinnan ávirkar restina av samfelagnum. Vit hitta eina unga havnagentu, sum fyri tveimum árum síðan flutti suður at arbeiða á Varðanum Pelagic. Hon fortelur okkum, hvussu hon var við til at skapa sólskinssøguna um Tvøroyri, sum fór at blóma, tá 150 nýggj arbeiðspláss komu við virkinum. Hon fortelur eisini, hvar hon er í dag, nú hennara arbeiðspláss ikki er til meir. Í sendingini hesa ferð eru Jóan Pauli Joensen, fólkalívsfrøðingur Laila Midjord, fyrrverandi starvsfólk á Varðanum Pelagic Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur Henrik Weihe Joensen, kommustjóri á Tvøroyri Rætting 23. juli 2017 Innleiðandi stóð í hesum teksti til triðja part av sendirøðini Sjógvurin og Vit, at Leggja vit fiskivinnuna og alivinnuna saman, so standa tær báðar fyri millum 60 og 70 prosentum av øllum inntøkunum í Føroyum . Tann orðingin kann geva lesaranum ta fatan, at millum 60 70 av øllum inntøkunum í Føroyum stava beinleiðis úr fiski og alivinnuni. Tað er skeivt. Í sendingini tosa vit um avleidda virksemið. Tað vil siga hvørjar inntøkur fiski og alivinnan óbeinleiðis førir við sær. Í frágreiðingini Samfelagstýdningurin av fiskivinnuni , sum Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur, gjørdi í 2015, verður mett, at fiskivinnan í 2013 var grundarlag undir 43 av føroyska búskapinum í sendingini tosa vit um fiskivinnu og alivinnu samanlagt, og tí eru tølini væl hægri . Tí er innleiðandi tekstur rættaður 23. juli 2017. Sendingin byggir upp á hesi tøl úr frágreiðingini hjá Magna Laksáfoss Tilsamans høvdu hesir fýra bólkarnir í 2012 eina stødd á 5.100 milliónir krónur , út av einum búskapi á 11.950 milliónir krónur Hetta merkir, at fiskivinnan í 2012 var grundarlag undir 43 prosentum av føroyska búskapinum. 130 fólk á Skála hava mótmælt ætlanini hjá býráðnum í Runavíkar kommunu at broyta byggisamtyktina fyri Skála, so MEST kann byggja eina 40 høga høll oman á turrdokkina. Freistin at mótmæla ætlaðu broytingini í byggisamtyktini var úti í gjár. Høllin, sum MEST ætlar at byggja á Skála, verður 40 metrar høg, 129 metrar long og 34 metrar breið. Broytingin í byggisamtyktini skal nú saman við mótmælum og øðrum viðmerkingum sendast landsstýriskvinnuni í kommunumálum, sum kann biðja Býarskipanarnevnd landsins um ummæli. Teir sjey føroysku fiskimenninir, sum vórðu avhoyrdir í Birnumálinum í gjár, høvdu alt gott at bera grønlendska manninum, sum sambært ákæruritinum beindi fyri Birnu Brjánsdóttur í januar. Polar Nanoq skuldi fara úr Íslandi hósdag, tveir dagar fyri drápið, men varð seinkaður, tí skipið bíðaði eftir fólki úr Grønlandi. Morgunblaðið skrivar frá rættarfundinum, at øll vitnini søgdu, at einki óvanligt var við ákærda manninum, eftir at skipið fór úr Íslandi. Ikki fyrr enn avgjørt var at venda við eftir boðunum frá íslendsku løgregluni broyttist hann. Yvirmenninir vóru samdir um ikki siga manninum, hví teir vendu við. Hann fekk bara at vita, at teir høvdu maskinskaða. Og internetið umborð bleiv sløkt. Tá maðurin, sum nú er ákærdur, fekk eini sms boð frá einum íslendskum journalisti, sum spurdi um bilin, hann hevði leigað í Íslandi, og um Birnu Brjánsdóttur, kom fjáltur á hann. Seinni fekk hann sms boð frá gentu sínari, sum segði, at kanska var hann undir illgruna. Hetta var okkurt um 15 tímar eftir, at skipið, sum var veg til fiskiskap undir Grønlandi, vendi við aftur til Íslands. Fyrsti stýrimaður royndi at sissa mannin og gav honum eina sissandi tablett. 30 ára gamli maðurin, sum er ákærdur fyri at hava beint fyri Birnu Brjánsdóttur á ógvisligan hátt, noktar seg sekan. TAKS fekk sunnukvøldið 2. juli 2017 kanningina hjá Bárði Larsen, løgfrøðingi, ið Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, í mars setti at gera frágreiðing í sonevnda skattamálinum. Skattamyndugleikin hevur skrivað seks síður við viðmerkingum til kanningina av málsgongdini hjá TAKS í málinum um skattafrádráttin hjá táverandi Eik banka. Tað kemur fram í niðurstøðuni í kanningini hjá Bárði Larsen, løgfrøðingi, um skattamálið hjá Eik. Tað eru bara niðurstøðurnar og ikki øll kanningin hjá Bárði Larsen, ið er almannakunngjørd. Men ein av niðurstøðunum er, at TAKS ikki hevði mannagongdir fyri, hvussu stór og trupul mál skulu handfarast. Í niðurstøðuni sigur Bárður Larsen Eisini hevur hetta málið víst, at tað innanhýsis á stovninum TAKS ikki í nøktandi mun hevur hevur verið ein fatan av, hvussu farast skal fram í truplum málum. Vantandi felags fatan tykist vera um, hvussu langt upp í hierarkiið stór og ella trupul mál eiga at fara, eins og tað vantar ein fatan av, at prinsipiel støða má takast til, hvørjir málsviðgerðar verða settir at viðgera málini, og um hjálp skal keypast til málsviðgerðina uttanhýsis osfr. Væntast kann ikki, at stjórin er langt inni í málsviðgerðini í slíkum málum, men stjórin eigur kortini at vera við í prinsipiellu støðutakanini til, hvussu serliga stór og prinsipiel mál skulu handfarast. Sum sagt, so eru tað bara niðurstøður av frágreiðingini, ið eru almannakunngjørdar. Fíggjarmálaráðið skrivar, at Frágreiðingin kundi verið almannakunngjørd, um Betri banki tók undir við hesum. Víðari stendur Men Betri banki hevur ynskt, vísandi til 151 í Skattalógini um tagnarskyldu, at hvørki frágreiðing ella niðurstøður verða almannakunngjørdar. Fíggjarmálaráðið er ikki samt í hesum og metir, at meginparturin av høvuðsniðurstøðunum kunnu almannakunngerast. U21 hondbóltslandsliðið er í hesum døgum í Algeria, har teir spæla HM endaspæl. Rói Berg Hansen er ein av føroysku landsliðsleikarunum, og hann byrjaði at spæla hondbólt sum 12 ára gamal, tí hann einki betri hevði at gera. Hann spældi fótbólt áðrenn, men hevði frí frá fótbóltinum týs og hósdagar, so hann byrjaði uppá hondbólt. Hann valdi hondbóltin fram um fótbóltin orsakað av skaðum, men í dag er hann ógvuliga glaður fyri avgerðina. Tað var ein vónbrotin Per Martin eftir dystin millum Víking og FH í gjár, sum hóast alt var stoltur av liðnum. Hann heldur tað vera keðiligt, at tað ikki eydnaðist hjá Víkingi, tí dysturin gekk leingi væl hjá teimum. Men tað var ikki órættvíst, at FH vann, tí teir høvdu meira og betri spæl, sigur Per Martin. Trýstið á Lofoten, eitt av teimum vælumtóktu ferðamálunum í Norra, er stórt. So mikið stórt, at pláss ikki er fyri fleiri ferðafólkum í Lofoten. Í øllum førum ikki um summarið. Tað sigur Audun Pettersen, stjóri í ferðavinnusamtakinum, Innovasjon Norge, ið arbeiðir fyri at fremja burðardygga ferðavinnu í landinum, sambært NRK . Vilja fólk ferðast til Lofoten, kunnu tey heldur ferðast hagar um veturin. Tað snýr seg um at býta ferðafólkatalið meira javnt út á alt árið, sigur Audun Pettersen. Tað er ikki bara umboð fyri ferðavinnuna, sum heldur, at nú er nóg mikið. Eitt ferðafólk, ið hevur vitjað í Lofoten í skjótt 10 ár, hevur nú eisini fingið nokk. Hetta er helst síðsta árið, eg ferðist her. Tú kanst ikki ferðast í náttúruni uttan at síggja rusk, lort og niðurtraðkaðar gøtur, sigur Torstein Valseth sambært NRK. Líkt er ikki til, at trupulleikin verður minni í framtíðini. Útivið ein millión ferðafólk vitjaðu Lofoten í 2016. Væntað verður, at ferðafólkatalið á Lofoten eisini fer at seta nýtt met í ár. Vestv gøy kommune, sum Lofoten hoyrir til, hevur umhugsað at seta í verk ferðafólkaskatt, fyri at fíggja meirkostnaðin av øktu ferðavinnuni í Lofoten tey síðstu árini. Stjórnin í Norra vil tó ikki hoyra talan um at seta í verka ferðafólkaskatt í Lofoten. Stjórnin vrakaði fyrr í ár einum uppskoti um at taka eykagjald frá ferðafólkum í Lofoten. Trupulleikar orsakað av ferðafólkunum í Lofoten er ikki nýggjur. Í fjør gjørdi Hans Frederik Sørdal, politiskur framsøgumaður, eisini vart við trupulleikar , ið kunnu standast av vaksandi ferðavinnuni. Tað er nú komið fram, siga útlendskir miðlar. Hvat teir báðir forsetarnir tosaðu um á teimum báðum fundunum hava Hvítu húsini ikki sagt nakað um, sigur bretska kringvarpið, BBC. Viðurskiftini teirra millum hava stóran áhuga, eftir at skuldsetingar hava verið frammi um, at samband hevur verið millum fólk hjá Trump og russar undir forsetavalstríðinum í USA í fjør. Seinni fundurin millum forsetarnar báðar var til ein privatan døgurða fyri leiðararnar á G20 toppfundinum fyrr í mánaðinum. Amerikanski forsetin var einsamallur á fundinum og Putin hevði ein tulk við, sigur BBC. Størsti trupulleikin á Landssjúkrahúsinum eru herviligu mótstøðuføru bakteriurnar, sum eru farnar at gera rættiliga um seg í Føroyum. Trupulleikin er akuttur, og verður einki gjørt, kann hetta koma at kosta mannalív, sigur Shahin Gaini, yvirlækni á Landssjúkrahúsinum. Eftir at ein elektrikari hevur kannað rúmið, har sum átta kýr og ein tarvur doyðu í gjáramorgunin, er niðurstøðan tann, at elskipaninin er orsøkin. Neytini hava fingið stoyt, tá tey til dømis hava fingið sær at eta. Neytini í einum øðrum rúmi í sama húsi eru á lívi. Tað var klokkan 10 30 í gjár, at boð komu av Norðoyri á Borðoynni, at níggju neyt lógu deyð. Ikki er talan um vanrøkt ella um, at nakar hevur gjørt seg inn á neytini, sigur politiið. Fóðrið er heldur ikki orsøkin ella skaðilig luft í rúminum. Ikki er tó greitt enn, um sjúka kann hava beint fyri neytunum. Tað skuldi møguliga kannast, áðrenn neytini blivu brend á Hagaleiti í gjár. Men nú í morgun hevur politiið fingið at vita frá elektrikaranum, sum hevur kannað elskipanina í rúminum, har neytini gingu. Hon var í slíkum standi, at hon kann hava beint fyri teimum níggju neytunum. Norðsjóvartoskurin hevur seinastu tíggju árini verið hildin at verið hóttur, eftir at stovnurin minkaði niður í 36000 tons í 2006. Men tiltøk so sum stongdar leiðir og nýggj trol hava gjørt stóran mun, sambært MSC, sum nú hevur givið toskafiskiskapinum í Norðsjónum sína umhvørvisgóðkenning. BBC skrivar, at góðkenningin frá MSC er ein ásannan av, at fiskiskapurin hjá skotsku og ensku skipunum í Norðsjónum er burðardygg og fult út sporfør. Tá toskastovnurin var størstur, var hann 270.000 tons. Hetta var í 70 unum. Men tá stovnurin var í botni í 2006, fór fiskivinnan saman við skotsku stjórnini og fiskivinnumyndugleikunum í ES undir eina endurreisingarætlan. Og MSC sigur nú, at ætlanin hevur givið so góð úrslit, at veiðan nú kann seljast við stemplinum hjá MSC. Oleksii var partur av ukrainska landsliðsvenjaratoyminum frá 2012 2015, har hann, umframt at vera Commercial Director, serliga tók sær av tí teknisku venjingini. Í hesum tíðarskeiði vunnu ukrainar sjey heims og Evropameistaraheitir, ellivu junior Evropameistaraheitir umframt onnur altjóða heiðursmerkir. Oleksii hevur í hesum sambandi eisini verið við til at vant olympiskar svimjarar. Av hesum er kanska serliga vert at nevna russiska ryggsvimjaran og tvífalda bronsuvinnaran Arkadiy Vyatchanin. Nýggi høvuðsvenjarin hevur millum annað Master í Sports Management, Administration and Coaching frá Henderson State University í Arkansas frá 2017. Bakkafrost sleppur fyrbils ikki at útflyta laks frá virkinum á Glyvrum til Russlands. Orsøkin er, at Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur staðfest listeria bakteriu í laksinum. Tí hevur Heilsufrøðiliga starvsstovan síðani 23.juni ikki undirskrivað loyvini, sum krevjast til útflutningin til Russlands. Hoyr samrøðuina við Lailu Jacobsen, leiðara á Matvørudeildini á Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Meðan føroyingar drepa grind hvørja viku, stríðast næstu grannar okkara í Hetlandi við at reka grindahvalir til havs fyri at bjarga teimum Tá hevði hann verið inni á vágni í tveir dagar. Tað eydnaðist at fáa hvalin út á opið hav. Men seinni í gjár varð hann aftur sæddur tætt inni við land. Uppskotið skal leggjast fram ólavsøkudag. Spurningurin er, um næsta fiskiár bara varar til 1.januar 2018, ella talan verður um heilt fiskiár, tað er til 1.september 2018. Bæði Havstovan og Fiskidaganevndin, sum hvørt ár lata landsstýrismanninum í fiskivinnumálum tilmæli um fiskidagar, hava í ár latið tilmæli um fiskidagar til 1.september næsta ár. Tilmælini eru um eitt heilt fiskiár. Ætlanin er annars, at ein nýggj lóg skal koma í gildi á nýggjárinum. Í teirri lógini eru kvotur, ikki fiskidagar. Men sannlíkast er tó, at galdandi lóg verður longd, tá avtornar, so hildið verður fram við fiskidøgum næsta ár. Ikki bara er ósemja millum samgongu og andstøðu um fiskivinnunýskipanina. Eisini innanhýsis í samgonguni er rumbul um uppskotið hjá Høgna Hoydal, bæði í Javnaðarflokkinum og í Tjóðveldi. Sosialurin hevur í seinastuni oftari enn eina ferð gitt, at løgmaður fer at skipa eina aðra samgongu eftir ólavsøku fyri at fáa eina fiskivinnulóggávu samtykta í heyst. Uppskotið hjá Høgna Hoydal datt burtur, tá tingið fór í summarfrí. Tað skal tí leggjast fram aftur eftir ólavsøku, tá nýggj tingseta byrjar. Ikki fæst at vita úr Fiskimálaráðnum, hvussu langt arbeiðið við nýggja uppskotinum er komið. Minnilutin í Vinnunevndini, sum í hesum førum er samgongan, hevði 42 broytingaruppskot til fyrra uppskotið hjá Høgna Hoydal. Sjálvur sendi landsstýrismaðurin Vinnunevndini 24 broytingar tann 29. juni, tríggjar dagar, áðrenn Vinnunevndin skrivaði álit. Vinnunevndin fekk broytingarnar úr Fiskimálaráðnum fríggjadag, og hon skrivaði álit mánadag. Tað var serliga fólkatalið í Týsklandi, Bretlandi, Svøríki og Eysturríki sum vaks, meðan fólkatalið í fleiri av eystureuropeisku londunum lækkaði, uttan at greiða er fingin á, hví so var. Í Týsklandi doyðu 150.000 fleiri enn tað vórðu fødd, men kortini hækkaði fólkatalið við 775.000 fólkum. Í Rumenia doyðu 68.000 fleiri enn tað vórðu fødd, og kortini minkaði fólkatalið við 122.000 fólkum. Uppgerðin hjá Hagstovuni í ES, vísir, at í fjør javnvigaði fólkatalið við 5,1 milliónum fólkum. Tað vil siga, at eins nógv vórðu fødd, sum tey ið doyðu, og nú eru 512 milliónir fólk í Europeiska samveldinum. Tá talan er um skandinavisku londini, øktist fólkatalið í Svøríki við 75.000 fólkum, meðan Danmark var á næsta plássi við 33.000 fleiri, síðani kom Noreg við 26.000 fleiri og síðani Finland við 17.000 fleiri fólkum, upplýsir Hagstovan í ES. Ein nýggj meiningakanning vísir, at báðir stjórnarflokkarin, CDU, sum Angela Merkel er forkvinna í, og hin stjórnarflokkurin, CSU, hava framgongd og standa til at fáa 40 prosent av atkvøðunum. Sostatt hevur Merkel rættuliga fingið vind í seglini, tí størsti andstøðuflokkurin, Sosialdemokratarnir, standa til at fáa 22 prosent, sum er minni enn á valinum fyri fýra árum síðani. Manfred Gúllner, sum stóð fyri kanningini, sigur seg ivast stórliga í, um Sossialdemokratiski flokkurin klárar at fáa flokkin hjá Angelu Merkel aftur, undan valinum, sum verður 24. september. Hóast nógvar ákoyringar, bæði í spurninginum um trygdina í landinum og um nógvu fólkini sum koma til Týsklands, so er ikki líkt til, at veljararnir hava mist álitið á Angelu Merkel, eru eygleiðarar samdir um. Talan var um eina ógvuliga skapandi tíð, sigur forsangarin í I Am, sum skrivaði tónleikin uttan ljóðføri. Tónleikurin kom til hann meðan hann sat heima hjá foreldrunum, var á HF skeiðnum í Klaksvík ella aðrastaðni. Ofta kom eg við einum hugskoti ella eini skitsu, og so skrivaðu vit sangin lidnan út frá tí, sigur Birgir Sigurðsson. Soleiðis var eisini við Alla leið , sum gjørdist stóra hittið hjá I Am. Summarmorgun hevur hitt Birgir Sigurðsson til eitt prát um rokkandi lovsangin. Fyrsta útgávan, Eyðun Nolsøe gav út, var fyri 20 árum síðani. So gingu tíggju ár til næsta útgáva kom og nú tíggju ár seinni, er hann klárur við triðju útgávuni. Eyðun er fullgreiður um, at fólk hava stórar vónir til útgávu hansara, men størsta trýstið kemur frá honum sjálvum, sigur hann. Verkætlanin ber heitið Population Genomics of Vikings . Evnið, verkætlanin viðgerð, er at avdúka ílegu søguna hjá víkingum og farleiðum teirra í Útnorði í 8 12. øld. Víkingarnir eru kendir fyri ferðirnar, teir gjørdu úr heimlondunum í Skandinaviu, og har teir spjaddust víða um lond ferðir, ið tóku seg upp einaferð í 8. øld. Víðakendur er týdningurin, hesar fólkaflytingar fingu næstu mongu hundrað árini fyri londini, har teir settu búgv. Fornfrøðiliga eins og søguliga finnast nógvir upplýsingar um víkingarnar, men tað er ikki altíð, at hesar heimildir geva okkum meiri ítøkiligar upplýsingar um leiðirnar, teir ferðaðust, nær hesar fóru fram, og fyri ikki at tosa um, hvussu víkingarnir samskiftu og blandaðu seg við grannafólkini. Á Fornminnissavninum eru útvald væl varðveitt mannabein og tenn av elstu beinagrindum, ið til eru her í oyggjunum, og sum hava ligið á goymslu savnsins. Beinagrindirnar, haðani sýni vórðu tikin, stava frá trimum fornfrøðiligum rannsóknum frá víkingaaldar grevstrinum Yviri í Trøð í Tjørnuvík, sum fór fram í 1950 árunum, úr sóknarkirkjuni í Kirkjubø í 1960 árunum, og úr kirkjuni heima á Sandi í 1969. Talan er um undirstøðukervið, landbúnaðarstuðul, pensjónir til starvsfólk í ES og annað. Talan er um eina upphædd, sum kann gerast til 100 milliardir evrur. Ikki fyrr enn Bretland hevur játtað at vera við í tí, kunnu veruligu samráðingarnar um Brexit byrja. Tað upplýsir Boris Johnson, uttanríkisráðharri. Hann legði aftrat, at talan er um at trýsta Bretland til nakað sum er óveruligt, og tað kemur ikki upp á tal at rinda pengarnar, gjørdi hann greitt. Boris Johnson, sum var borgarstjóri í London, var millum teirra, sum mæltu til, at Bretland fór úr ES, men hann viðgekk seinni, at ongar veruligar ætlanir vóru aftanfyri kravið. Hann viðgongur nú, at heldur eingin verulig ætlan finst, ið skal leiða Bretland fram á leið, um samráðingarnar við ES enda úrslitaleysar. Seinni boðaði skrivstovan hjá Theresu May frá, at greiðar ætlanir eru fyri framtíðina hjá Bretlandi. Bretland leggur í samráðingunum stóran dent á framhaldandi at vera partur av innara marknaðinum í ES, eftir Brexit. Hesa vikuna er eitt samráðingarumfar ímillum Bretland og ES, og tað skal eftir ætlan enda í dag. Men Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti, sigur, at væl til ber at selja laks í øðrum londum, tá ikki slepst á marknaðinum í Russlandi. U21 hondbóltslandsliðið er í hesum døgum í Algeria, har teir spæla HM endaspæl. Helgi Hildarson Hoydal er ein av føroysku landsliðsleikurunum og eisini liðskipari. Áhugin fyri hondbólti kveiktist, tá Helgi var 12 ár, tí hann gjørdist ein betri hondbóltspælari og slapp á A liðið. Í dag er ógvuliga errin av at spæla fyri Føroyar. Tá trolarin, sum liggur á Sundi, ætlar at fara, skal Sjóvinnustýrið hava boð, so tað, áðrenn trolarin loysir, kann senda fólk umborð at kanna, um trygdin er vorðin í lagi hjá manningini. Tað sigur Hans Jóhannus á Brúgv, stjóri í Sjóvinnustýrinum. Annars hevur Sjóvinnustýrið einki við málið at gera, tí skipið var ikki í føroyskum sjógvi, tá vanlukkan hendi. Kapitan Sulimov kom á Sund fríggjadagin við fýra deyðum monnum. Staðfest varð, at menninir doyðu av koliltueitran. Hana fingu teir, tá eldur var í pakkingardeildini. Fólk frá russiska sjóvinnumyndugleikanum kom til Føroya týsdagin, og mánadagin kom fólk frá reiðaríinum hjá Kapitan Sulimov til Føroya. Tey sendu boð út til hini liðini og bóðu tey velja nakrar ágrýtnar leikarar út, sum so fingu meira venjing saman við øðrum úr øðrum liðum. Tey ferðaðust so kring landið og vandu, og fleiri venjarar hjálptu til. Hondbóltssambandið kom so eisini upp í og veitti teimum fíggjarligan stuðul, hallartímar og ein persónligan venjara. Stafettin er heimsins størsta motiónsrenning, har fyritøkur kappast um at vinna. Runnið verður á Eystaru Bryggju í Havn 26. august. Tað skal gerast, so Studni verður ein partur í eini størri fyrisitingarligari eind undir Mentamálaráðnum, sum hevur uppgávur innan stýring og fyrisiting av undirvísingarverkinum. Tað verður gjørt, nú stjórin seinastu nógvu árini, Terji á Lakjuni, hevur valt at gevast sum stjóri. Tí hevur Mentamálaráðið gjørt av, at leiðslan á Studna fyribils verður løgd til Stýrisdeildina í Mentamálaráðnum at hava um hendi. Og stýrisdeildin hevur sett Mortan Zachariassen, fulltrúa á stýrisdeildini sum fyribilsstjóra, meðan arbeitt verður við ætlaðu broytingunum. Í skrivi sum aðalstjórin í Mentamálaráðnum, Poul Gert Hansen, sendi starvsfólkunum í studna hálvan juni, stendur, at starvsfólkini á Studna verða hoyrd sum partur av tilgongdini við møguligu umskipanini, og málið er, at umskipanin verður framd til 1. januar 2018. Studni, ið áður æt Stuðulsstovnurin, varð settur á stovn, tá ið føroyingar yvirtóku fyrisitingina av Statens Uddannelsesstøtte í 1988, og játtanin á donsku fíggjarlógini var flutt í blokkin. Føroyingar fingu tá heimild til at gera egnar lógir og reglur fyri, hvussu stuðulin skuldi veitast lesandi í Føroyum. Virksemið er munandi økt, síðani stovnurin byrjaði, og í løtuni eru umleið 8.000 virknar sakir á Studna. Peningarenslið er umleið 130 milliónir krónur. Tað starvast seks fólk á Studna, fýra málsviðgerar, fíggjarfulltrúin og stjórin talan er um fimm ársverk. Vegna hækking av havnagjøldum til Tórshavnar Havn er neyðugt at taka ein túr úr ferðaætlanini á Nólsoyarleiðini, skriva Strandfaraskip Landsins á heimasíðuni. Talan verður um túrin mikumorgnar klokkan 9 30 av Havnini til Nólsoyar, ið fellur burtur. Broytingin tekur við í viku 34, tað er mánadagin 21. august. Tað sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti. Hann sigur, at tað er ikki nøkur vanlukka ikki at sleppa at útflyta til Russlands í løtuni, tí tað ber til at selja laksin aðrastaðni. Tað verður ikki fyrrenn eftir ólavsøku, at greitt verður, hvør verður settur sum kanningarstjóri at kanna Høgna Hoydal, landsstýrismann í fiskivinnumálum, og Aksel V. Johannesen, løgmann. 15 løgtingsfólk í andstøðuni, øll uttan Kaj Leo Holm Johannesen, hava heitt á løgtingsformannin um seta kanningarstjóra at kanna, um Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur umsitið sítt málsøki á lógligan hátt í sambandi við veiðiloyvi, sum eru flutt. Tey vilja, at ein kanningarstjóri kannar landsstyrisskeiðið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, og lutin hjá Aksel V. Johannesen, løgmanni, í málinum um veiðiloyvini. Teir 15 løgtingslimir vísa til grein 38 stykki 2 í stýrisskipanarlógini, sum vísir á, at tveir fimtingar av tinginum hava rætt til at krevja, at kanningarstjóri verður settur. Løgtingið er í summarfrí, men nýggj tingseta byrjar ólavsøkudag. Samanhald og vinnaravilji er teirra vørumerki, og aftur í kvøld var tað júst tað, ið syrgdi fyri, at føroyska liðið aftur vann HM dyst í Algeria. Undan dystinum í kvøld mettu veddingarfyritøkurnar, at ein sigur til Suðurkorea var bara ein avgreiðsluspurningur, men so bleiv ikki. Føroyska liðið vísti frá byrjan, at teir vóru ikki bara møttir upp fyri at spæla dystin, og tá 13 minuttir vóru farnir, vóru Føroyar á odda 9 5. Men so fóru fóru føroyingarnir aftur undan Suðurkorea, og tá tríggir minuttir vóru eftir, vóru Føroyar aftur á odda við fýra málum, 28 24. Miðlar siga frá, at minst 2 fólk lótu lív á griksku frítíðaroynni, Kos, sum lá tætt við jarðskjálvtan, og at fleiri 100 vórðu skadd á ymsum loyggjum, fleiri eru álvarsliga skadd. Myndugleikarnir siga at tann eini sum er funnin deyður, er svii, meðan hin er úr Turkalandi. Økið verður nógv vitjað av útlendskum ferðafólkum í summarmánaðunum. Nógv ferðafólk vórðu biðin um at fara úr gistingarhúsunum, og nógv gistu uttanfyri í nátt. Boðað var eisini frá, at ein flóðalda var væntandi, og fólk vóru biðin um at halda seg burtur frá strondini. Fleiri hús og bygningar rapaðu, og tey sum doyðu ella vórðu illa løstað, lógu undir rapaðu bygningunum. Nógv fólk úr skandinavisku londunum eru bæði á Kos og á Rhodos, har skjálvtin eisini merktist. Eftir harða skjálvtan millum klokkan eitt og tvey í nátt, hava fleiri veikari jarðskjálvtar verið. Avgjaldið skal leggjast á allar innfluttar vørur. Endamálið við avgjaldinum er at stimbra amerikanska framleiðslu og útflutning. Føroyar selja nógvan laks til USA. Sambært norska Fiskeribladet, sigur fiskavøruinnflytarin Sean O Scannlain í Bosten við Wall Street Journal, at laksaflakið, sum nú kostar 58 krónur fyri pundið, fer upp í 73 krónur, kemur avgjaldið í gildi. Prísvøksturin er 25 prosent. Fiskeribladet skrivar, at ger USA álvara av at seta í gildi avgjaldið, verður tað ivaleyst kært til WTO, alheims handilsfelagsskapin. Hugskotið um avgjald á allar innfluttar vørur er gamalt, tað er frá 1997. Men tað er ongantíð roynt í verki. Semja er ikki í Republikanska flokkinum um avgjaldið. Tað er, um hetta serliga avgjaldið skal við í skattanýskipanina, sum kemur seinni í ár. Donald Trump, forseti, er ikki heitur fyri uppskotinum, sigst. Fleiri enn hann í flokkinum halda, at avgjaldið, sum kallast Border Adjustment Tax, er eitt vána hugskot. Millum 80 og 90 prosent av fiskavørunum, sum amerikanarar eta, eru innflutt, millum annað úr Føroyum. U21 hondbóltslandsliðið vann í gjár 28 27 á Suðurkorea. Ingi Olsen, hjálparvenjari, er ógvuliga glaður fyri úrslitið og dystin annars, men gleðin er stokkut, tí teir skulu beinanvegin fyrireika seg til dystin í móti Noregi í kvøld kl. 18.00. Lítlu húsini á Bringsnagøtu 13 í Havn eru bæði ellifarin og pinkalítil. Fýra veggir og eitt tak eru at kalla tað einasta, sum fylgir við teimum 20 fermetrunum. Húsaprísurin er rættiliga sigandi fyri húsamarknaðin í høvuðsstaðnum í løtuni, har sethúsaprísurin er vaksin 300.000 krónur í miðal seinasta árið, sambært innanhýsis hagtølum frá Betri Heimi. Útboðið er minni enn eftirspurningurin, sum er øktur nógv eitt nú tí fólk ynskja at flyta heim til Føroya, sigur Jákup Andrias Hansen, húsaseljari hjá Betri Heim. Gamli býarparturin í Havn, á Reyni, er kanska dýrasta grannalag í Føroyum. Tað merkir, at tey, ið eiga hús har, eru verd nakrar milliónir. Hann kundi ynskt, at prísirnir vóru meiri vanligir, so húsini á Reyni vórðu keypt av vanligum fólkum heldur enn av ríkum feløgum, sum brúka húsini til onnur endamál enn at búgva í. Hvønn fríggjadag í Summarmorgni royna vit okkurt nýtt, og í dag var tað go kart. Go kart breytin er stór, hevur nakrar avbjóðingar, og tað snýr seg um at koma á mál fyrst. Vit kappaðust í trimum umførum, og tað var ymiskt, hvussu fólk kláraðu seg. Tá Niklas var 14 ár gavst málverjin á liðnum, sum Niklas spældi við, og Niklas tók so ein fyri liðið og stillaði seg í málið. Honum dámdi tað væl, og venjarin var gamal málverji, so hann lærdi Niklas væl beinanvegin. Nú spælir Niklas við Skjern í Danmark og stendur í málinum hjá U21 landsliðnum. Ein 20 ára gamal føroyingur hevur fingið skaða á griksku frítíðaroynni, Kos, tá jarðskjálvti rakti oynna í nátt. Tað upplýsir Uttanríkis og vinnumálaráðið í tíðindaskrivi í morgun. Maðurin er á sjúkrahúsi, men talan er ikki um álvarsligan skaða. Tað upplýsir Uttanríkisráðið í tíðindaskrivinum, ið júst er sent fjølmiðluinum. Avvarðandi hjá manninum eru kunnað. Minst tvey fólk lótu lív á griksku frítíðaroynni, Kos, sum lá tætt við jarðskjálvtan, og fleiri 100 vórðu skadd á ymsum oyggjum, fleiri eru álvarsliga skadd. Myndugleikarnir siga, at tann eini, sum er funnin deyður, er svii, meðan hin er úr Turkalandi. Økið verður nógv vitjað av útlendskum ferðafólkum í summarmánaðunum. Nógv ferðafólk vórðu biðin um at fara úr gistingarhúsunum, og nógv gistu uttanfyri í nátt. Nógv fólk úr skandinavisku londunum eru bæði á Kos og á Rhodos, har skjálvtin eisini merktist. Tey fingu ikki viðhald frá Innlendismálaráðnum í fyrsta umfari. Innlendismálaráðið segði í avgerðini, at økið eystan fyri Sundsá var hvørki partur av Kaldbaks kommunu ella Tórshavnar kommunu, tá kommunurnar løgdu saman í 1977. Tá fór Sund eisini upp í Tórshavnar kommunu. Innlendismálaráðið sigur, at økið var partur av Hoyvík, sum seinni legði saman við Tórshavnar kommunu. Tað var árið eftir, í 1978. 77 fólk í Kaldbak skrivaðu undir kæruna um Tórshavnar kommunu. Kaldbaksfólk vóru ikki nøgd við niðurstøðuna hjá Heilsu og Innlendismálaráðnum, og bóðu í farnu viku ráðið at umrøða kæruna av nýggjum. Um tað verður gjørt, er ikki greitt, tí kaldbaksfólk hava einki frætt aftur frá heilsu og Innlendismálaráðnum, sigur Ingi á Smið, limur í Kaldbaksnevndini. Tað skrivar Bárður Larsen, løgfrøðingur, í frágreiðingini, sum hann lat Fíggjarmálaráðnum í síðstu viku. Stjórin í TAKS er púra ósamdur. Men so leingi eingin fær innlit í alla frágreiðingina, er torført at meta um, hvør teirra hevur rætt. Hoyr meira her. Tey fýra, sum fara at umboða Føroyar, eru Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelagi, Signhild D. Joensen úr Ægir, og Sára R. Nysted og Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelagi. Føroyingarnir fara at kappast í hesum greinunum sunnudagin 23.juli Sára Nysted og Róland Toftum 100 m. bringa Mánadagin 24.juli Signhild Joensen 100 m. rygg Týsdagin 25.juli Róland Toftum og Óli Mortensen 50 m.bringu og 800 m. frí Mikudagin 26.juli Føroyar 4x100 m.blandað Fríggjadagin 28.juli Signhild Joensen 200 m. rygg Leygardagin 29.juli Óli Mortensen og Føroyar 1.500 m. frí og 4x100 frí mix sunnudagin 30.juli Sára Nysted 400 m. blandað Nýggja útgávan hjá Mariusi Ziska kemur allarhelst út tíðliga í 2018, og hetta verður ein fløga við føroyskum tilfari. Leygarkvøldið fer Marius á pall til Tórsfest í Havn, og við sær hevur hann 7 menn. Lagið eitur So eg vil vera . Tað er upprunaliga ein sangur hjá Bjørn Afzelius, sum Anker Eli Petersen hevur týtt til føroyskt. Tað eru tveir sangir á fløguni, sum Bjørn Afzelius upprunaliga eigur, og so trý onnur løg hjá Signari. Sangurin æt Sleeping with ghosts , men tey vóru fleiri, sum høvdu hug at syngja Sleeping with goats . Sjálvt til eina beinleiðis framførslu í sjónvarpinum segði verturin goats og ikki ghosts. Í eina tíð høvdu Petur Háberg og Filip Mortensen tosað um at gera ein bólk, men áðrenn Petur visti av, hevði Filip játtað, at teir skuldu spæla eina konsert. Ikki bara eina konsert á einum spælistað í Føroyum, men at teir skuldu hita upp fyri Eivør í Lille Vega í Keypmannahavn. Í sendingini Summarmorgun greiddu teir báðir frá LoverLover og lagnum Radical Mind, sum ongantíð er givið út, men kortini gjørdist eitt hitt. Alt bendir á, at talan var ikki um manglandi fakligan førleika hjá donsku ljósmóðurini, men at hon onga veruliga rundsýning hevði fingið á føðideildini, áðrenn farið var í gongd við føðingina. Ljósmóðurin sjálv skrivaði millum annað soleiðis til foreldrini Eg kann taka undir við øllum, sum tit hava sagt, eisini í miðlunum, og eg taki eisini undir við atfinningum viðvíkjandi umstøðunum, sum tit og onnur foreldur líða undir í løtuni. Eg vóni veruliga at umstøðurnar skjótt verða betri. Sjúkrahússtjórin Johnny í Grótinum er uttanlands og kundi ikki gera samrøðu við Kringvarpið í dag. Hann skrivar kortini til okkara, at hann harmast um, at foreldrini ikki hava kent seg trygg, og at tey hava havt eina keðiliga uppliving. Vit vildu sjálvandi spyrja hann, hví mannagongdirnar fyri avloysarar ikki eru greiðari, og um hann framvegis sum stjóri kann standa inni fyri trygdini á Landssjúkrahúsinum. Tað eydnaðist væl og fyribilsúrslitini vísa, at kjógvarnir hava í vetur verið út fyri afrikansku strondini. Eisini vísti tað seg, at onkrir av kjógvunum hava verið út fyri syðra partin av suðuramerikansku strondini. Talan er um eina langa farleið hjá kjógvunum, sum viga sum ein hálvur mjólkapakki. Kjógvin verður ofta meir enn 25 ára gamal, og tað tíðina flýgur hann ein tein, sum svarar til eina ferð frá jørðini til mánan og aftur. Ljósloggarar er eitt stórt frambrot í gransking av fuglum og øðrum djórum sum ferðast langa leið. Tøknin er somikið lítil, at hon kann festast á beinið á einum kjógva, uttan at vera til stórvegis ampa fyri fuglin. Kjógvar, ringmerktir í Føroyum, hava verið sæddir í Suðurafrika og ein forvitnislig fráboðan kom í 2012 úr Uruguay. Vitanin sum higartil hevur verið um ferðingina hja føroyska kjógvanum er, í høvuðsheitum, komin frá ringmerkingum. Tær eru oftast av deyðum fugli, og tí er vitanin avmarkað. Kjógvin kemur trúliga aftur til sama reiðurstað. Tí kundu granskarar fara út aftur til Fugloyar í ár, og finna teir flestu fuglarnar í sama øki sum teir vóru í fjør. At tað eydnaðist at fanga 20 kjógvar aftur í ár, verður mett sum góð úrtøka. Henrik Old heldur tað vera púra burtur við, at Strandfaraskip Landsins skal rinda 30.000 krónur meira í havnagjaldi frá Tórshavnar havn. Strandferðslan má av somu orsøk spara ein túr á Nólsoyarleiðini. Sambært Anniku Olsen, borgarstjóra í Tórshavnar Kommunu, er hetta ikki nakað nýtt tí hetta er ein 13 ára gomul avtala millum Strandfaraskip Landsins og Tórshavnar Kommunu. Strandferðslan kunngjørdi í gjár, at neyðugt verður at taka ein túr úr ferðaætlanini á Nólsoyarleiðini, tí havnargjøldini hækka. Talan verður um túrin mikumorgnar kl.09 30. Broytingin kemur í viku 34, sum byrjar 21.august. Annika Olsen, Borgarstjóri, heldur, at hendan hóttanin, sum hon sjálv kallar tað, vera burtur við. Hon hevur mælt til, at strandferðslan og landsstýriið eiga heldur at leggja upp fyri broytingum í prístalinum í fíggjarætlanini. Sterkar ábendingar eru um, at TAKS játtaði EIK skattafrádrátt fyri 477 milliónir krónur í goodwill, fyri síðani at minka hesa upphædd niður í null tvey ár seinni. Tað heldur Bárður Larsen, løgfrøðingur, sum hevur latið fíggjarmálaráðnum frágreiðing um fyrisitingarligu gongdina í málinum í farnu viku. Men, Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS, hevur svarað, og hann er ósamdur. Sambært honum er talan ikki um tvær avgerðir, men um eitt samanhangandi mál, sum hevur fingið eina viðgerð, og eina avgerð. Frágreiðingin hjá Bárði Larsen er ikki almannakunngjørd í heilum líki, og tí er torført hjá almenninginum at skilja málið til fulnar. Og hví hevur tað so stóran týdning at finna út av, um TAKS hevur tikið tvær avgerðir, eina í 2015 og eina í ár, ella bara tí seinnu Hevur TAKS ætla at lata EIK stóra skattafrádráttin í 2015, hevði tað sjálvandi sett TAKS í eitt sera ringt ljós. Og nakað, sum talar ímóti TAKS eru útsøgnirnar hjá stjóranum í Degi og viku 26. mai 2016. Tá ljóðar sum talan hevur verið um tvær ymiskar viðgerðir, har upplýsingargrundarlagið er munandi betri í seinna tíðarskeiðnum. Kortini vísir stjórin nú aftur, at TAKS tók avgerð í 2015 um at lata EIK frádráttin. TAKS tók onga avgerð í málinum fyrr enn í februar í ár, sambært Eyðun Mørkøre, og tí er málið misskilt, skrivar hann. Men, Bárður Larsen trýr ikki stjóranum. Hann grundgevir, at talan helst er um tvær avgerðir, tí eingin aktivitetur er í málinum frá mai 2014 meir enn eitt ár fram. Hann skrivar, og eg endurgevi Í slíkum truplum máli kundi væntast, at samskift varð við innanhýsis ella við uttanhýsis serkøn í drúgvari tilgongd fram móti, at málið búnaðist til støðutakan, Viðgerðin hjá TAKS tykist sostatt at hava verið gjøgnum tvey sera ymisk tíðarskeið. Í fyrra tíðarskeiðnum røkir TAKS ikki sína skrásetingarskyldu. Ágrýtni at skráseta veksur munandi í seinna tíðarskeiðnum, og ósamanhangandi skrásetingin hjá TAKS byggir undir pástandin um, at TAKS hálsaði um. Hvør hevur rætt og ikki ber illa til at siga við vissu, tí Eik noktar fyri, at frágreiðingin skal almannakunngerast. Tí standa flestu spurningarnir enn ósvaraðir. Á sonevndum terminsbólkum á facebook er tað fleiri sum úttala seg um, at tær ikki tora at eiga á landssjúkrahúsinum nakrar siga enntá, at tær umhugsa at flúgva til Danmarkar at eiga, tá ið tað kann ganga so illa sum tað gjørdi, tá ið Bára Michelsen skuldi eiga á landssjúkrahúsinum týsdagin. Símun Joensen, pápin at barninum, greiddi frá í Degi og Viku í gjár, hvussu hann upplivdi støðuna, tá unnuastan átti. Sí innslag her Gleðistundis bleiv ein marra . Spælarin hevði tikið eina mynd av grønlendska landsliðsvenjaranum, Tekle Ghebrelui, á Snapchat og sett tekn av bananum og apum á myndina. Tað var undir einum landskappingardysti, at ein fótbóltsspælari hevði tikið myndina og sent hana til vinir og kenningar á Snapchat. Ein orsøk er, at føroyskir leigarar kappast við útlendsk ferðafólk um bústað. Í Føroyum eru tað fleiri, sum heldur vilja leiga sína íbúð til AirBNB. Vit kunnu kanska eggja fólk til at leiga út til føroyingar ístaðin, um tað verður skattafrítt, heldur hon, ásannandi at longu í dag ber til at draga mest sum allar útreiðslurnar frá í skatti, tá tú leigar út. Einumegin er AirBNB við til at lofta avbjóðingunum, sum ferðavinnan hevur við sær. Øðrumegin veit hon, at fólk hava trupult við at leiga íbúðir eitt longri tíðarskeið. Jú, tað kanst tú siga, men avbjóðingin er so stór í løtuni, at vit mugu gera okkurt. Vit mugu økja um fólkatilflytingina, og eydnast tað, so fáa vit fleiri skattainntøkur. So tað kann loysa seg, heldur Annika Olsen. Eg sigi ikki beinleiðis, at hetta er tað rætta stigið at taka, men tað er í øllum førum vert at umhugsa, skoytir hon uppí. Kim er fluttur Nú hevur hann sagt starvið frá sær sum tónleikalærari á Musikskúlanum og er fluttur aftur til Danmarkar, har hann leitar eftir arbeiði. Orsøkin til, at útleigarin segði leigusáttmálan upp var í fyrstu syftu ikki AirBNB. Men seinni kom Kim sjálvur fram á íbúðina á heimasíðuni hjá AirBNB. Nú leigusáttmálin var uppsagdur, stóð honum í boði at fáa eini hús í Klaksvík fyri fyrst, men hann tímdi illa at koyra millum Klaksvík og høvuðsstaðin hvønn dag. Hann kundi eisini fáa eitt lítið hús í Havn í styttri tíðarskeið, men tað vildi hann ikki, tí hann vil hava fastan bústað. Vit hoyra frá fólki, at tað er ein avbjóðing, at tey ikki fáa eina leigubústað, men vit vita ikki við vissu, hvussu stór avbjóðingin er við AirBNB, sigur hon. Tað er lívsneyðugt fyri Hestoynna at fáa Teistan at sigla klokkan sjey um morgunin, halda seks ung fólk, sum eru flutt úr Havn út í Hest. Nú hava seks ung fólk flutt adressu úr Havn út í Hest, og endamálið er millum annað at leggja trýst á landsstýrismannin Henrik Old. Føroyska U21 landsliðið skal í kvøld spæla fjórða dystin í HM endaspælinum í Algeria. Dysturin er í móti Týsklandi, sum á pappírunum er nógv betri enn Føroyar. Birgir væntar, at venjararnir fara at spara nakrar leikarar í kvøld og goyma orku til dystin móti Ungarn í morgin, tí har metir hann, at Føroyar kunnu vinna. Tað eru nakrar avbjóðingar viðvíkjandi trokan og trygd, tá nógv fólk samlast, men pallurin varð fluttur longur aftur í ár fyri at verja móti trokan og geva meira pláss. Ein meting um inntøkurnar hjá 59 skattgjaldarum á Tvøroyri, sum arbeiddu á Varðanum Pelagic, vísir, at kommunan missir eina millión krónur í skatti í ár. Dagens Nyheder hevur avdúkað, at upplýsingar, sum gera tað møguligt at finna persónar við loyniligum bústøðum og vardum samleikum, eru kanska liknar úr svenska Transportstyrelsen. Í januar mánaði fór aðalstjórin í Transportstyrelsen, Maria gren, frá. Tá vildi svenska stjórnin ikki gera viðmerkingar til málið. Ivaleyst verða fiskidagarnir fyri næsta fiskiár ásettir, áðrenn Landsstýrismálanevndin svarar eini kæru um fiskidagarnar í hesum fiskiárinum, sum endar 31.august. Høgni Hoydal hevur fingið freist til 7.august at svara viðmerkingum, sum Meginfelag útróðrarmanna sendi Landsstýrismálanevndini 2.juni. Meginfelag útróðrarmanna ótolnast nú eftir niðurstøðuni hjá Landsstýrismálanevndini um kæruna hjá felagnum, sum varð send nevndini 13.desember í fjør. Tað tykist løgið, nú løgtingið fer til hús og bara nakrar vikur eru til tingið skal áseta fiskidagar fyri næsta fiskiár, at eingin niðurstøða er, heldur Meginfelag Útróðrarmanna, sum spyr um niðurstøðan kemur, áðrenn fiskidagar verða ásettir fyri árið 2017 2018. Danski heilsumálaráðharrin, Ellen Trane Nørby, hevur fingið ein fyrispurning frá Føroyanevndini í fólkatinginum, sum spyr fyri Magna Arge, fólkatingsmann. Spurt verður, hvussu nógvar kvinnur, sum búgva í Føroyum, hava fingið fosturtøku í Danmark seinastu 20 árini, og hvussu nógvar hvørt árið. Fíggjarmálaráðið skrivar í sínum viðmerkingum, at viðgerðin hevur sett spurnartekin við, um tíðin er farin frá herdu tagnarskylduni, sum var ásett, áðrenn vit fingu vanligar innlitsreglur og fyrisitingarlóg. TAKS fer undir at styrkja fyrisitingina, eitt nú við greiðari mannagongdum í mun til stórmál framyvir, skattalóggávan verður endurskoðað, og fútin fær eisini møguleika at taka støðu til málið, skrivar Fíggjarmálaráðið. Í kvøld skulu Føroyar spæla móti Ungarn, og um teir vinna, sleppa teir víðari sum nummar trý til næsta umfar og tapa teir, verður tað fjórða pláss. Dysturin í móti Týsklandi gekk væl, men tað glapp móti endanum. Niklas Simonsen stóð seg ógvuliga væl í málinum, og hann var glaður fyri sítt avrik, men harmur um, at Týskland kom hasi málini fram um at enda. Vinnumálaráðið gav Heilsufrøðiligu starvsstovuni viðhald, tá hon steðgaði einari sending av laksi hjá Bakkafrosti, sum skuldi til Russlands. Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur síðani 23.juni ikki undirskrivað loyvini, sum krevjast til útflutningin hjá Bakkafrosti til Russlands. Høvundurin lýsir ikki bara søgugongdina undir læknastríðnum, sum hann upplivdi og var ein partur av, við eitt nú at verða við til at leggja Barm út sum stongsil fyri Klaksvíkar Havn. Men hann hevur eisini við í bókini mong upplýsandi djúptøkin og skemtilig strok um lokalar og politiskar høvuðspersónar undir hesum herviligu herðindunum, skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðu sínari. Næstu vikuna fara vertirnir á Summarmorgni Anna og Marin at royna seg sum veganarar. Bára Silvansdóttir gevur teimum nøkur góð ráð. Hann vísir á, at nøkur skip skara framúr, tá talan er um góða dygd, millum annað tí leiðslan er góð, og góðskusamstarvið millum skip og virkir riggar væl. Men vánalig blóðging og ísing, umframt langir túrar, eru týðandi orsøkir til, at dygdin á føroyskum feskfiski sum heild er undir miðal. Av tí at dygdin er so ymisk, eru fleiri kærur, sum hava við sær, at framleiðararnir fáa stórar eykaútreiðslur, og umdømið hjá virkaðum føroyskum fiski sum heild versnar. Virðismissurin er, sambært Símuni Hammer, slakar 55 milliónir krónur, um hugt verður at dygdini, og samanborið verður við bestu bátarnar í øllum skipabólkum. Tá er talan um virðismiss í fyrsta stiginum, frá veiðuliði til framleiðara. Niðurstøðan í kanningini er, at virkini, ið keypa fiskin, hava ilt við at fáa hendur á nóg nógvum feskum fiski, sum er nóg góður, tí hann, sum fiskar fiskin, hevur buktina og báðar endarnar. Eitt virki livir bara av fiski, og kann sjáldan siga nei til at keypa, og fiskiskapurin eftir vanligu botnfiskasløgunum, toski, hýsu og upsa, hevur verið minkandi seinastu árini. Hon gjørdist nummar tvey til Miss univers Danmark, Miss Earth, og vann sær soleiðis atgongd til kappingar runt um í heiminum. Nú tvey ár seinni skipar hon fyri vakurleikakappingini Miss Faroe Islands, sum verður um heystið. Færri enn 200 gravir eru eftir í kirkjugarðinum í Havn. Og okkurt um 140 jarðarferðir eru í Havn um árið, so útbyggingin hevur skund. Dysturin hjá føroyska U21 landsliðnum í manshondbólti í kvøld verður avgerandi fyri, um Føroyar enda nummar trý ella nummar fýra í bólkaspælinum í HM endaspælinum í Algeria. Versonur amerikanska forsetan, Jared Kuschner, vísir aftur, at hann hevur gjørt loyniligar avtalur við nakra útlendska stjórn undir valstríðnum upp undir amerikanska forsetavalið í fjør. Kuschner sigur í skjølunum, sum AP hevur fingið, at hann hevði í fýra førum samband við russar, men eingin av hesum fundum var óhóskandi. Um fýra ár fer fiskaaling fram um fiskiveiði í nøgd. Altjóða stovnarnir, OECD og FAO, siga, at í 2025 fer fiskalingin upp um 100 milliónir tons. Frá 2007 til 2016 vaks alingin 5,3 prosent í miðal um árið. Frá 2017 til 2026 verður roknað við, at alingin veksur í miðal 2,6 prosent um árið. Men longu í 2021 fer alingin fram um fiskiveiðina í tonsatali. OECD og FAO vænta eisini, at fiskurin sum frá líður verður dýrari eftir 2020. Tá fer prísurin at hækka hvørt ár. Stovnarnir vænta eisini, at fólk fara at eta meira fisk, enn tey gera nú. Annika Olsen, borgarstjóri, heldur tað ikki vera nakran trupulleikaí, at Strandafaraskip landsins hava fingið eina rokning, sum er 30.000 krónur fyri havnargjaldið fyri Ternuna. At Henrik Old góðtekur, at ein túrur hjá Ternuni verður spardur burtur, er tekin um, at lansstýrismaðurin førir revolvarapolitikk ímóti Havnini, sigur borgarstjórin. Tær siga sum við einum munn, at tað er stuttligari at spæla saman. Tað gevur fleiri møguleikar og kennist á onkran hátt sum eitt spælipláss, har alt er loyvt. Sambært fyribils tølum eru fýra av teimum fimm kommununum, sum hava fingið minni skatt í ár, í Suðuroynni. Tær eru Fámjin, Hov, Porkeri og Hvalba. Fimta kommunan er Kunoyar kommuna. Eftirlønarskatturin ger eisini stóran mun í landskassanum. Hann var slakar 160 milliónir í fyrra hálvári, 7,83 prosent størri enn í fjør. Frakland er sterkasta liðið í kappingini, og tí skal tann dysturin fyrst og fremst takast sum ein uppliving, sigur Ári Rouch, samskipari í Hondbóltssambandi Føroya. Uppskotið um eina fiskivinnunýskipan verður ikki klárt at leggja fram á ólavsøku. Sum skilst á limum í samgonguni, er neyðugt við stórum broytingum, um undirtøka skal fáast fyri uppskotinum. Sama dag segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, við in.fo, at samgongan er intakt, og at uppskotið verður lagt framaftur á ólavsøku. Vit hava tosað við limir í samgonguni, sum siga, at broytingar í uppskotinum eiga at verða gjørdar, áðrenn tað verður lagt framaftur. Millum annað verður sagt, at partar í uppskotinum helst mugu takast burtur, um semja skal fáast um uppskotið. Uppskotið kann leggjast fram eftir ólavsøku, men spurningurin er, hvussu leingi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, kann bíða. Verandi fiskivinnuskipan gongur út á nýggjárinum 2018. Uppskotið skal liggja í Vinnunevndini í minsta lagi ein mánað millum fyrstu og aðru viðgerð, og gongur ov long tíð, fer at standa á at fáa tað avgreitt. Kringvarpið hevur roynt at fingið eina viðmerking frá Aksel V. Johannesen, løgmanni, og Høgna Hoydal, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, men tað hevur ikki eydnast. okkum. Kringvarpið hevur tosað við Jørgen Niclasen, formann í Fólkaflokkinum, og Bárð Nielsen, formann í Sambandsflokkinum. Hvørgin teirra hevur frætt nakað frá Javnaðarflokkinum. Dansieksperimentið er eitt árligt tiltak, ið savnar dansarar, tónleikarar og onnur listafólk. Tað eru fýra framførslur í Smæruni í Havn í ár, og tað verða ymisk sløg av dansi og tónleiki framførd. Diana J. Hansen og Birita Adela eru tvær av fyriskiparunum, og tær greiða frá Dansieksperimentinum. Ungi føroyingurin, sum fekk skaða í jarðskjálvtanum á griksku oynni Kos fríggjanáttina í síðstu viku, er nú útskrivaður. Hann hevur tað gott eftir umstøðunum, sigur Uttanríkismálaráðið. Maðurin fekk skaða í ryggin, men sambært tí, sum er upplýst, var skaðin ikki ringur. Hann varð tó lagdur inn á sjúkrahús á Kos. Vinnukærunevndin er samd við Heilsufrøðiligu starvsstovu um, at Staffordshire Bull Terrier kann vera vandamikil fyri djór og menniskju. Vitjanin hjá fyrrverandi íslendska forsætisráðharranum, Jóhonnu Sigurðardóttir, í Føroyum í 2010, tá summi innboðin ikki vildu vera við til almenna døgurðan, tí forsætisráðharrin er samkynd, er feld niður í bók. Í sambandi við, at fyrrverandi íslendski forsætisráðharrin, Jóhanna Sigurðardóttir, og kona hennara, Jónina Leósdóttir eru í Føroyum til ársins Faroe Pride tiltak, fer Jónina Leósdóttir at leggja bók sína, Jóhanna og eg, fram. Bókin kom út í 2013. Vitjanin vakti ans og fekk nógva altjóða miðlaumtalu, tá tað frættist, at ikki øll boðin vildu fara til almenna almenna døgurðan hjá løgtinginum, tí forsætisráðharrin var samkyndur. Bókin snýr seg eisini um lív teirra saman, sum hjún, landsleiðarar, íslendskan politikk og teirra lív sum heimskendar LGBT undangongukvinnur. Jóhanna Sigurðardóttir gjørdist fyrsti kvinnuligi forsætisráðharrin í Íslandi í 2009, og hon varð samstundis fyrsti leiðari í heiminum, sum stóð fram sum samkynd. Lógin, sum skal fáa føroyingar at roykja minni, sigur, at tubbak kann ikki innflytast til annað enn til vinnuligt endamál, tað er at selja. Í gjár segði Jógvan Skorheim, løgtingsmaður og borgarstjóri í Klaksvík, at besti mátin at loysa trupulleikan er at loyva kommununum at byggja íbúðir at leiga út. Í 30 dagar skulu 21 fólk búgva í Mikladali fyri at gera ein spælifilm. Spælifilmurin eitur Nina og Maria Winther Olsen leikstjórnar. Soleiðis sum politisku signalini eru nú, verður ikki farið aftur til gamla leistin við sama stjóra í P f Betri, Betri banka, Betri trygging og Betri pensjón. Tryggingareftirlitið góðkendi fyrst í juli ikki, at Súni Schwartz Jacobsen var forstjóri í P f Betri og forstjóri í Betri Trygging og Betri Pensjón, tí hann var forstjóri í Betri banka. Hann var lærari í Tórshavnar kommunuskúla frá 2005 til 2012, varaskúlastjóri og seinni stjóri í Skúlanum á Giljanesi frá 2012 til 2015. Síðani 1.mars 2015 hevur hann verið stjóri í Námi. Fríðgerð í Líð er sett sum fyrstalærari í Hósvíkar skúla, og Marin Sigvaldsdóttir Bláberg í starvið fyrstalærari í Hvalvíkar skúla. Men sambært Poul Michelsen, formanni í Framsókn, eru tað í veruleikanum tríggjar stórar broytingar, sum skulu gerast, áðrenn uppskotið kann leggjast framaftur. Hinar broytingarnar eru ikki so stórar og umfatandi, sigur hann. Poul Michelsen sigur við Kringvarpið, at samgongan er heil. Hann væntar, at uppskotið verður samtykt, tá tað verður lagt framaftur eftir ólavsøku við nøkrum rættingum. Vit hava roynt at fáa eina viðmerking frá Akseli V. Johannesen, løgmanni, men vit hava fingið at vita, at løgmaður hevur onga viðmerking til uppskotið, áðrenn hann heldur ólavsøkurøðuna. Jógvan Jespersen, stjóri í felagnum Nótaskip, sigur, at tíðin er alt ov stutt til at fyrireika seg til eina nýggja skipan. Hann mælir tí til, at verandi skipan heldur fram eftir 1. januar. Feløgini í JFK samtakinum høvdu slakar 45 milliónir krónur í avlopi eftir skatt í fjør. Skatturin var tilsamans 10 milliónir kr, upplýsir samtakið. Jóan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari á Strandferðsluni, sigur í stuttari viðmerking, at nú Tórshavnar havn hevur slakað í málinum, fer Strandferðslan ikki at skerja túratalið kortini. Ætlanin var, at túrurin mikumorgnar klokkan 9.30 til Nólsoyar skuldi takast burtur, tí havnargjaldið fyri Ternuna hækkaði. Men hækkingin er nú útsett til næsta ár. Handtøkurnar eru úrslit av rannsóknum í langa tíð. Og í nátt vórðu so rannsóknir gjørdar nógvastaðni og handtøkur framdar. Fleiri vápnaðir politistar vóru við í átakinum. Tey handtiknu kom til grundlógaravhoyring í býarrættinum í Nuuk seinni í dag , væntandi fyri læstum hurðum, sigur politiið, sum ikki vil gera fleiri viðmerkingar til málið nú. Vit føroyingar eru umgird av fiski, skeljadjóri og hvalum. Men hvussu nógv fyllir sjógvurin á okkara døgurðatallerkum Tað royna vit hesu ferð at finna útav í útvarpsrøðini Sjógvurin og vit. Vit eru millum annað til handils og leita eftir feskum fiskavørum, og vit tosa við Jóan Paula Joensen, fólkalívsfrøðing, sum hevur granskað í føroyskari matmentan. Við í sendingini hesu ferð er Jóan Pauli Joensen, fólkalívsfrøðingur Jákup Sumberg, kokkur á Barbara Lars Hansen, slaktarameistari, Føroya Keypssamtøka Jørgen Jørgensen, slaktarameistari, Miklagarður Kamilla og Oddmar hava búð úti á Reyni í meira enn 20 ár, og at taka ímóti ferðafólki er partur av lívinum hjá teimum og grannunum. Talið av ferðafólkum er tó hækkað so nógv seinastu tíðina, at tey eru bangin fyri, at lítli býarparturin ikki kann halda til tað, verður ikki okkurt gjørt fyri at varveita staðið og verja tað. Hetta sigur Theresa Turidardóttir Kreuzmann, tá vit spurdu hana, hvørji tey ferðandi eru, sum koma til Føroya í summar. Eisini verður prátað um tey nógvu ferðandi, ið øll vilja vitja somu ferðamál, eitt nú úti á Reyni í Havn. Tað er beinleiðis skeivt, tá ljósmøðrafelagið sigur, at onki er gjørt at loysa trupulleikarnar á føðideildini á Landssjúkrahúsinum. Gongd er sett á arbeiðið at útvega ljósmøðrunum nýggj høli, og ein arbeiðsbólkur er settur, sum skal viðgera, hvussu samstarvið skal koma at virka aftur á føðideildini. Heilsu og Innlendismálaráðið gav tann 14. juli leiðsluni á Landssjúkrahúsinum boð um at loysa samstarvstrupulleikarnar á føðideildini. Og nakrar dagar frammanundan hevði sjúkrahússtjórin boðað frá, at farið verður aftur til skipanina, sum var á føðideildini innan 1. apríl. Samgongan fer á fundi fyrrapartin at viðgera fiskivinnunýskipanina, sum ætlanin er at leggja fram aftur í næstu tingsetu, sum byrjar leygardagin. Tølini vísa, at higartil í ár hevur Landssjúkrahúsið brúkt 879.906 krónur til avloysarar fyri ljósmøður. Higartil í ár hava verið 24 avloysarar fyri ljósmøður, sæst í tølunum, sum Kringvarpið hevur fingið frá Landssjúkrahúsinum. Fiskimálaráðið segði, at eitt uppsjóvarskip kundi ikki brúka veiðiloyvið hjá einum línuskipi. Næraberg misti tí hetta veiðiloyvið 7.juli. Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, hevur spurt landsstýriskvinnuna í heilsumálum, Sirið Stenberg, um nakað samband hevur verið millum føroyskar og danskar partar um at vera við í donsku royndarskipanini. Í februar var orðaskifti í løgtinginum um cannabis, eftir at Jenis av Rana hevði sett fyrispurning, um føroyskir myndugleikar eisini ætla at bjóða sjúklingum her á landi pínulinna við cannabis á sama hátt sum danir ætla at gera.Og nú vil løgtingsmaðurin hava at vita, um nakað er hent í málinum fyri at tryggja, at eisini føroyskir sjúklingar gerast partur av donsku royndarskipanini ella um føroyingar sjálvir gera eina royndarskipan við cannabis. Danska fólkatingið hevur samtykt at gera eina royndarskipan við cannabis næstu árini, tí cannabis hevur víst seg at hava gagnlig árin á millum annað sklerosusjúklingar og krabbameinssjúklingar. Jenis av Rana sigur, at talan er ikki um at gera cannabisúrdráttir fríar, men um eina skipan, sum læknar skulu umsita, og sum kann veitast ávísum nágreinaðum sjúklingabólkum á ein tryggan og lógligan hátt. Ikki fyrr enn um ein mánað fæst at vita, um nøkur tøl eru, sum siga, hvussu nógvar føroyskar kvinnur fara til Danmarkar at fáa fosturtøku. Hon sigur, at hon fær ikki svarað, áðrenn freistin fer, tí summarfrí er, og hon skal spyrja Sundhedsdatastyrelsen, áðrenn hon fær svarað. Spurt verður, hvussu nógvar kvinnur, sum búgva í Føroyum, hava fingið fosturtøku í Danmark seinastu 20 árini, og hvussu nógvar hvørt árið. Tað er ikki ráðiligt seta eina fiskivinnunýskipan í verk 1. januar, sum er so kollveltandi, sum uppskotið var í seinastu tingsetu. Fólkaflokkurin hevur enn ikki umrøtt spurningin, men Jacob Vestergaard, tingmaður og fyrrverandi landsstyrismaður í fiskivinnumálum, sigur, at tað er hugsandi at flokkurin fer at skjóta upp at leingja verandi skipan. Atlantic Airways misti 24 pláss at selja, tí eitt felag í Írlandi megnaði ikki at hava eitt flogfar klárt at leiga føroyska felagnum. Atlantic Airways hevur tí leigað eitt Airbus A319 flogfar, sum felagið hevur havt síðani 2014, í knappliga hálvt annað ár afturat, til í mars 2019. Hetta gevur okkum samstundis tíð til at hugsa um, hvussu flotin hjá Atlantic Airways skal vera í framtíðini, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways. Ætlanin er at gera gøtu framvið breytini, sigur Brandur í Dali, men fyribils má gongufólkið ganga á bønum, tá tey eru á veg yvir til rossagøturnar. Á forsíðuni á Ólavsøkublaðnum hjá Sosialinum var ein ungur maður í føroyskum búna, men heldur enn at vera í buksum, var hann í einum kjóla. Hetta hevur elvt til nógv kjak á sosialu miðlunum. Aðalgunn W rtz er ein teirra, sum er ógvuliga hørm um, at vit eru farin at broyta føroyska búnan. Í Suðurfraklandi eru skógareldarnir nú so ógvisligir, at umleið 10.000 fólk í nátt noyddust at flyta burtur úr harðast raktu økjunum. Skógareldurin herjar serliga økini við Miðjarðarhavsstrondina, í fjallaøkjunum á leiðini og á oynni Korsika, sum er millum Frakland og Italia. Tróndur Leivsson, stjóri í Búnaðarstovuni, sigur, at uppskot um samstarvsavtalu við Navia er lagt fyri Fiskimálaráðið, sum heldur tað vera skilagott Bólkurin byrjaði við at vinna eina PopTop konsert í Grasagarði í Havn. Vinningurin var eitt kartong av sunkist og eitt pláss á ólavsøkukonsertini. Seinni kom bólkurin í Prix Føroyar finaluna og gjørdist kendur um alt landið serliga var tað sangurin Mr. Headless, sum fólk tóku til sín kring landið. Summarmorgun hevur tosað við Hans Marius Ziska um Mr. Headless og Flux, bólkurin, sum taldi menn sum millum annað Svein Gaard Olsen og Terje Skibenæs. Tað er Jens L. Thomsen, sum hevur skrivað bæði sang og tekst. Ljóðførið er eittans ein harpa, sum er gjørd úr eini parabol. Upptøkan er frá Saltsøluni í Havn ein dagin, tá Jens L. Thomsen var einsamallur har. Tað var sum tannáringur, at Siri Sørensen við bólkinum Ipkiss av álvara gjørdist eitt kent navn kring Føroyar. Áðrenn hevði hon vunnið Ársins songrødd, men við tónleikakappingini komu hon og bólkurin út í hvørt heim í Føroyum. Serliga sangurin Alone varð nógv spældur ein sangur, sum snýr seg um einsemi, vónloysi og at vera bangin. Í dag kenna tey flestu Beintu Clothier sum sjónleikara, men tað var sum sangari, at hon fyrstu ferð gjørdist landskend. Simon Konoy gjørdi ein sang til allar ommur í landinum, sum Beinta sang og sangurin gjørdist eitt kvøðuljómahitt av teimum heilt stóru. Summarmorgun hevur tosað við Beintu Clothier um sangin Omma , ein sangur, sum gjørdi, at hon gjørdist ommudótturin hjá øllum ommum í Føroyum. Higartil hevur U21 landsliðið spælt 4 dystir. Teir vunnu móti Kili og Suðurkorea og taptu móti Noregi, Ungarn og Týsklandi í bólkaspælinum, sum var nóg mikið at koma í eina áttandapartsfinalu móti Fraklandi. Hoydalar og bygningarnir har skulu varðveitast við tí dámi, teir hava nú, og økið skal samskipast sambært frílendisætlanini, sum varð samtykt í mai. Eykajáttanin til Setrið datt burtur, tá løgtingið varð sent til hús 5. juli. Hon var 2,5 milliónir krónur , men Fróðskaparsetrið bað um 3,5 milliónir krónur Vit práta við Jonhard Mikkelsen, Arnstein Niclasen, Jógvan Isaksen, Arnbjørn Dalsgarð og Kára Árting um bøkur og við Birgir Hansen um avrikið hjá U21 landsliðnum ímóti Fraklandi. Tá Landssjúkrahúsið ger upp fyri útlendingar, er tað fyri allar útlendingar undir einum, og munur verður ikki gjørdur á, um tað snýr seg um ferðafólk ella útlendingar, sum eitt nú arbeiða í Føroyum. Ein partur av frágreiðingini fyri hesar útistandandi upphæddir er, at tað kann ganga millum eitt og trý ár, áðrenn rokningin verður goldin. Hetta er serliga galdandi, tá talan er um rokningar, sum skulu rindast av útlendskum tryggingarfeløgum. Landssjúkrahúsið hevur ikki verið havt fyri neyðini at avskriva nakran útlendskan sjúkling, sigur landssjúkrahúsið í teldubrævið til Kringvarpið. Herfyri kom fram, at stóri vøksturin í ferðafólkatalinum í Íslandi eisini hevði við sær, at fleiri útlendingar fingu viðgerð á Land spit al anum, størsta sjúkrahúsinum í Reykjavík. Orsøkin er, at fýra borgarligir andstøðuflokkar hótta við at leggja fram misálit móti trimum av ráðharrunum í svensku stjórnini. Hóttanin um misálit kemur í kjalavørrinum av einari KT gølu í Transportyrelsen. Tað er greitt, eftir at bæði Føroyar og Svøríki taptu sína áttandapartsfinalu í gjár tepurt fyri ávikavist Fraklandi og Týsklandi. Liðskiparin á føroyska U21 landsliðnum, Helgi Hildarson Hoydal, væntar sær ein harðan dyst móti svium, sum hann tó ætlar sær at vinna. Í ársfrásøgnini í fjør varð mett, at í ár fór vanligi raksturin at geva umleið 18 milliónir krónur í avlopi, tá niðurskrivingar upp á útlán og virðisjavnan eru undantikin. Sparikassin væntar, at tillagingar í rakstrinum fyrra hálvár fara at síggjast aftur í rakstrinum seinna hálvár, hóast inntøkurnar verða størri. Meginparturin av hesi tillaging saman við økta virkseminum hjá sparikassanum fær ikki fullan virknað fyrr enn í roknskapinum fyri seinna hálvár. Summarmorgun seig niður eftir 30 metrar høgu og brøttu fjallasíðuni á Gomlurætt. Hetta var rættiliga ræðandi fyri luttakararnar, og tískil eru nakrir eiðir at hoyra við hvørt. Um summarið eru tað nógv fólk, sum royna síging í Føroyum, bæði føroyingar og útlendingar. Tá fer Mentamálaráðið at viðgera bæði sjónarmiðini hjá teimum, sum hava kært, og ummælið frá rektaranum, og síðani koma við einari niðurstøðu. Kæran er samanlagt 16 síður, og kært verður um 11 viðurskifti millum annað bygnaðin, arbeiðsumhvørvið, leiðslustílin hjá rektaranum og um, at fólk hava fingið múlaband. Í kæruni stendur eitt nú, at rektarin ikki ber boð um demokratiskan leiðsluform, tí starvsfólkini kenna á sær, at tey hava ikki fingið høvi at kjakast um samanleggingina á Glasi. Tey siga, at fleiri onnur taka undir við atfinningunum, og eru til reiðar at stuðla, um kæran skuldi fingið keðiligar avleiðingar fyri onkur teirra, ið hava sett navn undir kæruna. Ari Langgaard er við sum leiðari, og tað var hann eisini í fjør. Hann vil lýsa Teen Street sum eina samansjóðingarlegu, har ein kemur at kenna Jesus. Ein fær eitt sterkt møti við Guð, og fær eina andaliga fylling. Legan leggur dent á bíbliulesnað og lovsangstilbiðjan á ymiskan hátt, og hvørt ár hava tey eitt tema. Temað í ár er Unshakeable . Listin er rættiliga nógv broytt, og í summum førum sigur hon nakað um, hvørjari støðu eg var í, tá myndin var gjørd, sigur Tummas Jákup Thomsen. Í vár vísti kringvarpið dokumentarsendingina Lívið hevur fingið litir. Hon lýsir tína ferð eftir eitt hart lív sum heimleysur í Føroyum og Danmark við nógvari rúsdrekkamisnýtslu. Tummas Jákup Thomsen fæst nógv við list í hesum døgum. So nógv, at hann ætlar at minka um tað og eitt nú byrja at renna aftur. Tað gjørdi hann nógv fyrr. Fyri løtu síðani kunngjørdi svenski forsætisráðharrin, Stefan Løfven, at fleiri ráðharrar fáa nýggjar sessir, og at aðrir fara úr stjórnini. Triði ráðharrin, sum andstøðan ætlaði at reisa misálit móti, var Peter Hultqvist, verjumálaráðharri, men hann verður sitandi, tí forsætisráðharrin heldur ikki, at grundarlag er fyri atfinningum móti verjumálaráðharranum. Stefan Løfven segði á tíðindafundi í Stockholm, at nú stendur til tað til andstøðuna, sum hevur meiriluta í ríkisdegnum, um hon fer at reisa misálit á Peter Hultqvist. Kreppan tók seg upp, tí andstøðan hevði meirluta fyri misáliti á fleiri ráðharrar, eftir eina KT gølu í Svøríki, har viðkvæmar persónsupplýsingar kanska hava likið út, tá KT uppgávur vórðu útveittar. Higartil hevur Karavella Marionett Teatur nýtt klassiskar marionettir tráðdukkur til allar sínar leikir, men í Skrímslalív er alt gjørt úr pappíri, bæði pallur og leikarar. Stór ósemja hevur verið millum leiðsluna á Landssjúkrahúsinum og ljósmøðurnar, og 14 av 17 ljósmøðrum hava verið, ella eru sjúkrameldaðar. Higartil í ár hava 24 avloysarar verið til arbeiðis fyri sjúkrameldaðar ljósmøður, og tað hevur kostað Landssjúkrahúsinum umleið 900.000 krónur í eyka lønarútreiðslum. Johnny í Grótinum, stjóri, vil ikki gera viðmerkingar til ætlanarskrivið um uppsøgn, tí hann ikki vil gera viðmerkingar til persónsmál. Tað er rættiliga sannlíkt, at leiðslan í Eik hevur afturhildið upplýsingar fyri TAKS í 2013, fyri at sleppa undan at rinda skatt. Tað stendur í tí partinum av niðurstøðuni hjá Bárði Larsen, bráðfeingisstjóra á TAKS, sum ikki varð almannakunngjørd, tá hann hevði latið Fíggjarmálaráðnum frágreiðingina um skattamálið. Torben Nielsen, formaður í nevndini fyri Betri banka, sigur í sms boðum til Kringvarpið, at hann hevur ikki fleiri viðmerkingar enn tað, Betri banki hevur sent út í tíðindaskrivi. Í tíðindaskrivinum, sum Betri banki sendi, tann dagin frágreiðingini varð almannakunngjørd, segði bankin, at í kanningini av skattamálinum sáar Bárður Larsen, kanningarstjóri, iva um leiklutin hjá Betri banka í hesum máli. Bankin kann ikki hava henda ivan sitandi á sær. Tí vil nevndin, at málið verður latið fútanum, soleiðis at ein óheft rættarlig meting kann verða gjørd. Nú eru 6.000 tons av norðhavssild sett av til vinnuligar fiskiveiðiroyndir og verkætlanir. Sildin skal fiskast í føroyskum sjógvi. Umsóknir um at sleppa at fiska av kvotuni skulu verða Fiskimálaráðnum í hendi fyri middag 16.august. Serligur dentur verður lagdur á menningar og nýskapanarvirði í royndunum umframt virðisøking av veiðuni. Her talan um eina tvey ára yvirbygning á hægsta stigi í Norðurlondum, og á stigi við Vestureuropa, USA og Kanada, sigur Suðuroyar sjúkrahús. Tá ið skrúðgongan við løgtingslimum, prestum og øðrum embætisfólkum fer úr Dómkirkjuni niðan á Vaglið, er skíggin sløktur, og fólk fara á lýða á ólavsøkukórið, ið syngur undir tinghúsinum. Betri hevur vent sær til løgtingsins umboðsmann um kanningina, sum Bárður Larsen hevur gjørt fyri fíggjarmálaráðið um skattamálið. Nevndarformaðurin í Betri banka er ónøgdur við kanningina, tí hon bara tekur støði í skjølum, sum TAKS liggur inni við, og í ávísum førum í samrøðum við starvsfólk hjá TAKS. Kanningin skuldi vera av málsgongdini í TAKS, men hon ger eisini niðurstøður um, at tað er sannlíkt at Eik hevur villeitt, uttan at starvsfólk í Eik, sum tóku umstríddu avgerðirnar, eru hoyrd, sigur hann. Málið er nú sent fútanum, og tá ákæruvaldið kortini skal avhoyra allar partar, kann spurningur setast við virðið á kanningini hjá Fíggjarmálaráðnum, heldur Torben Nielsen. Hann finst ikki at sjálvum arbeiðnum, sum Bárður Larsen hevur latið úr hondum, men at teimum fortreytunum fyri arbeiðnum, og at tí arbeiðssetningi, sum Bárður Larsen hevur fingið frá Fíggjarmálaráðnum, áðrenn kanningin var gjørd. Ólavsøkuframsýningin, Býarsavnið, Frelsunarherurin, licentia poetica og Ólavsøkukórið eru millum evnini í sendingini, har spakuliga verður riggað til ólavsøku. Vit vitja eisini havnarkvinnuna, Elsu Jóhonnu Høgenni, sum matgerð til nógvar gestir á ólavsøku. Og so borðreiða vit sum vant við Dagins 67 ara. Fyrr hava Bogi Davidsen, Rasmus Rasmussen, sáli, Sofia M. J. Høgnesen og Sonja J. Jógvansdóttir fingið sama heiður sum Eiler Fagraklett nú hevur fingið. Tey eru Sosialistisk Ung, Unga Tjóðveldið, Ungmannafelagið Samband og Framsøkin Ung. Í grundgevingini stendur, at feløgini í áravís hava staðið lið um lið við LGBT Føroyar og ikki hildið seg aftur at víst teirra stuðul til samkyndar føroyingar eins og at virka fyri javnrættindi fyri øllum í Føroyum. Kristin Michelsen, sum eisini situr í samgonguni, viðgongur, at tann sannroynd, at fiskivinnunýskipanin í fyrstu atløgu datt burtur og nú verður broytt, var ein fortreyt fyri, at Varðin nú hevur valt at byggja virkið uppaftur. Sunneva Háberg Eysturstein, sum eigur og rekur Sirkus í Havn, skilir ikki, hví skeinkistøðini í Havn skulu lata aftur á midnátt 27. juli. Kringvarpið hevur tosað við Anniku Olsen, borgarstjóra, sum váttar útleggingina hjá Sunnevu H. Eysturstein av málinum, at kommunan er sinnað at loyva skeinkistøðum at hava longri opið, men at løgreglan noktar. Beinleiðis sending av Vaglinum í Havn við innsløgum og gestum í studio. Vit eru úti á gøtunum og skatta dýpið, hitta fólk og práta um leyst og fast í sambandi við ólavsøkuna. Vístur verður samandráttur av ólavsøkusetanini og kappróðrinum. Sendingin verður endursend ólavsøkudag. Ein maður er skuldsettur fyri herverk, fyri at bróta ein rút í einum sethúsum í Havn, og ein annar er skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring. Flokkurin vil ikki skunda sær úr ríkisfelagsskapinum sum avbjóðarin til formanssessin, Vittus Qujaukitsoq, fyrrverandi landsstýrismaður í uttanríkismálum, vil. Kim Kielsen sigur, at grønlendingar vita ikki nóg væl, hvat krevst av teimum at yvirtaka tey 30 málsøkini, sum Danmark hevur fyri Grønland. Nú sigur Simut seg arbeiða fram móti, at Grønland gerst ein sjálvstøðugur statur og ikki, sum higartil, fram móti sjálvstýri, skrivar grønlendska kringvarpið, KNR. Tá stjórnarskipanin fór í løgtingið í 2010, varð skrivað í lógina, at ein triðingur av løgtingsfólkum kundi krevja, at ein lóg varð løgd til fólkaatkvøðu eina viku eftir, at hon var samtykt. Lógir um fíggjarmál, lønarmál og skattamál, og lógir um útinning av galdandi millumlanda sáttmálum, kundu ikki leggjast til fólkaatkvøðu. Tí í álitinum um føroyska stjórnarskipan, sum var latin landsstýrinum tann 22. desember 1993, var ein grein 16 um minnilutaverju, har ein triðingur av løgtingslimum kundi biðja løgtingsformannin um fólkaatkvøðu um eitt lógaruppskot. Hóast sera nógv fólk vóru í býnum, so hevur náttin verið sera friðarlig. Í hvussu so er hjá løgregluni, sum ikki hevur havt nógv at gera, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn. Nógv fólk hava tó ligið avdottin ella verið so full, at teimum tørvaði hjálp, og har hava samarittarnir, sum hava hildið til í miðbýnum alla ólavsøkuna, gjørt eitt stórt arbeiðið, sigur løgreglan. Løgreglan hevur samstarvað vid samarittarnar, og tá fráboðanir eru komnar um avdottin fólk, hevur løgreglan heitt á samarittarnar. Teir hava síðani hjálpt fólki at koma fyri seg, so tey megna at vinna upp hús. Hóast náttin var friðarlig, so vóru tríggir menn skuldsettir fyri at bróta politiviðtøkurnar. Tað er, tá fólk órógva almenna friðin ella eru til ampa fyri onnur. Menninir høvdu, hvør í sínum lagi, tikið eina flaggstong, og gingið við teimum í miðbýnum. Hetta metti løgreglan verða til ampa fyri onnur, og tí vórðu menninir skuldsettir fyri brot á politiviðtøkurnar. Menninir fáa sekt fyri brotið. Og klokkan hálvgum sjey í morgun var ein bilur steðgaður, tí hann koyrdi á ein slíkan hátt, at løgreglan metti, at førarin kundi vera ávirkaður. Bilførarin var sendur at taka blóðroynd, og vísur blóðroyndin, at promillan er yvir 0,2, fær bilførarin bót. Nógv løgreglufólk hava annars gingið í býnum í gjárkvøldið og í nátt, og tað hevur helst verið fyribyrgjandi, men fráboðanir um til dømis harðskapsmál kunnu koma í dag, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn. Síðani 1.januar í ár hevur Umhvørvisstovan skrásett næstan 5.700 skotvápn í vápnaskránni og skrivað 2.168 vápnaloyvi, sum eru kravd nú. Miljø og Fødevareministeriet í Danmark hevur góðkent, at føroyska vápnaprógvið kann brúkast til at fáa útskrivað gæstejagttegn í Danmark. Fimm mans, sum vóru við Atlantsfarinum árini 2010 2012 hava fingið tilsamans 200.000 krónur í endurgjaldi umframt eftirløn fyri at hava verið skeivt avroknaðir fyri ávísar landingar uttanlands. P f Northwest Pelagic, sum eigur Atlantsfarið, sum nú eitur Norðhavið og hevur annan eigara, hevur rindað Fiskimannafelagnum 250.000 krónur samsvarandi einari semju í fleiri ára langa stríðnum um ávísar landingar uttanlands árini 2010 2012. Úrslitið av semjuni er, at fimm mans, sum vóru við Atlantsfarinum, fáa endurgjald fyri mista hýru umframt eftirløn eftir sáttmálanum, hon er fýra prosent, eftirlønin. Tað, sum er eftir, fer til at rinda part av sakarmálskostnaðinum, sum partarnir, Fiskimannafelagið og Northwest Pelagic, sambært semjuni bera hvør sær. Tað verður kortini nýggi eigarin í Kollafirði, sum keypti skipið um ársskiftið 2015 2026, sum skal rinda tær 250.000 krónur , sigur Fiskimannafelagið. Northwest Pelagic lýkur ikki treytirnar í lógini um vinnuligan fiskiskap um útlendskan kapital og føroyskan ræðisrætt, sigur Fiskimálaráðið. Medisinskt kannabis hevur ikki ta stóru og góðu ávirkanina, sum nógv halda, men kann bara í summum førum nýtast fyri pínu og serliga fyri vambul hjá fólki, ið liggja at doyggja. Hann hevur í nógv ár starvast á bæði Ríkissjúkrahúsinum og á privathospitalinum Hamlet, og hevur nýtt kannabis í viðgerðini. Royndirnar vísa, at tað bara riggar hjá nøkrum fólkum. Higartil hevur eingin lækni við sergrein í pínuviðgerð verið í Føroyum, og medisinskt kannabis hevur bara verið latið sklerosusjúklingum við ávísum sjúkueyðkennum. Talan er um royndartíð í fýra ár til ávísar sjúklingar. Føroyskir heilsumyndugleikar mugu taka støðu til, um royndarskipanin eisini skal setast í verk í Føroyum. Miðflokkurin spurdi herfyri landsstýriskvinnuna í heilsumálum, um føroyingar sleppa at vera við í donsku royndarskipanini um kannabis. Ein rættleiðing er gjørd í greinini. Vit høvdu skrivað, at bæði kannabisoljur og kannabisplantur eru ólógligar í Føroyum. Men tað er ikki rætt. Tað eru bert kannabisplantur, ið eru ólógligar. Olja er sum oftast í medisinskum kannabisi. Tað er tó ymiskt, hvussu nógv THC er í teimum ymsu sløgunum av medisinskum kannabisi. THC er rúsandi evnið í kannabis. Og í ár ætlar samgongan at hava aðalorðaskifti um tilbúgving, javnstøðupolitikk, orkupolitikk, rúsdrekka og rúsevnispolitikk, veðurlagspolitikk, fólkaskúlan og aðalorðaskifti um Málráðið. Tá var ætlanin eisini at hava aðalorðaskifti um tilbúgving og rúsdrekka og rúsevnispolitikk, men hetta varð av ongum, og tey aðalorðaskiftini eru tí flutt til at vera í hesi tingsetuni. Landsstýrismaðurin í tilbúgvingarmálum skal leggja eina frágreiðing fram, sum lýsir, hvussu tilbúgvingin í síni heild er skipað, um hon riggar sum hon skal, ella um broytingar skulu gerast. Føroyar hava tikið undir við, at París sáttmálin fær gildi fyri Føroyar og hava heitt á Danmark í síni fráboðan til ST at gera vart við, at Føroyar seta síni egnu mál eftir tí leisti, sum semja var um í 2009. Tí skal ein frágreiðing gerast, sum skal áseta. hvørji politisk átøk afturat teimum, sum longu eru sett í verk í hesum árinum, skulu fremjast fyri at røkka orkupolitiska málinum í samgonguskjalinum. Sum Secretary of State for Environment, Food and Rural Affairs verður Michael Gove á almennari verkavitjan í Føroyum í døgunum 31. juli og 1. august 2017. Á middegi týsdagin verður siglt við uppsjóvarskipinum Høgabergi av Havnini á Miðvág, har fundur verður umborð við Høgna Hoydal, fiskimálaráðharra. 24 ára gamli miðvallarin, Rene Shaki Joensen, hevur seinastu mánaðirnar leitað eftir nýggjum felagi, eftir at hann gavst í danska felagnum, Vendsyssel. Nú skal hann fyribils ikki leita meira, tí í dag hevur hann undirskrivað sáttmála við Grindavík, sum spælir í bestu deildini. Sáttmálin er galdandi í tríggjar mánaðir, sigur Rene Shaki Joensen við Kringvarpið. Grindavík liggur í løtuni væl fyri í íslendsku kappingini. Felagið er á triðja plássi við 21 stigum. Seks stig eru upp til fyrsta plássi, har Valur er við 27 stigum. Helgi Hildarson Hoydal, Hilmar Leon Jakobsen og Niklas Simonsen eru ógvuliga stoltir av úrslitinum til HM. Tað var strævið at spæla so nógvar dystir upp í slag, men teir hava ment seg nógv. Tó siga teir, at teir eru eitt sindur ónøgdir við onkrar dystir, men samanumtikið ógvuliga glaðir fyri at enda nummar sekstan. Stór móttøka var í Miðlahúsinum leygarkvøldið, og annars komu nógv fólk yvir til teir at ynskja teimum til lukku á ólavsøku. Á ársins Summarfestivali eru 27 konsertir, og Niels Uni Dam heldur tað vera nakað lítið, samstundis sum, at konsertirnar byrja nakað seint hvønn dag. Hinvegin er skráin ógvuliga trygg, og har eru nógv góð nøvn, sum venda sær til ymiskar málbólkar. Hann heldur eisini, at størstu nøvnini, Lukas Graham og Toto, eru góð, og hann væntar tvær góðar konsertir við teimum báðum bólkunum. Tó er okkurt, sum hann finst at. Hugsanin er at eggja til samskifti við heitinum sum útgangsstøði bæði í listarligu tilgongdini og á sjálvari framsýningini, sum hugkveikjandi samband ímillum ymisku verkini, verkini og vitjandi, og vitjandi og framsýningina í sínari heild. Í ár er dentur lagdur á at sameina arkitekturin í rúminum við listaverkini sum verða sýnd fram. Hetta verður gjørt saman við sjey innbornum listafólkum. Tey eru Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð og Sebastian Edin, Anný Øssursdóttir Djurhuus, Dan Helgi í Gong, Guðrið Poulsen, Heðin Ziska Davidsen og This Is Waa. Hesi eru boðin við av tí orsøk, at tey á hvør sín hátt arbeiða við rúmligum og sansaligum verkum sum skulu órógva teir kendu karmanir í Listaskálanum. Við heitinum Ókend sum útgangsstøði er grundhugsanin handan hesa uppsetingina er at skapa eina hugvekjandi uppliving fyri vitjandi. Eftir metingina av innkomnu verkunum, teirra relatión til heildina og heitið á framsýningini, eru 70 verk av 16 listafólkum løgd afturat. Hesi listafólk eru Alda Mohr Eyðunardóttir, Ann Mari Dam, Gyða Jacobæus, Heiðrik á Heygum, Jens Dam Ziska, Jón Sonni Jensen, Maria Smith, Martina Sørensen, Ole Wich, Pernille Mejslov, Philippe Carr , Randi Samsonsen, Rannvá Holm Mortensen, Saga Kapna, Tummas Jákup Thomsen og Øssur Johannesen. Rúmligu inntrivini, sum innbodnu listafólkini gera, skapa nýggjar karmar um innkomnu verkini til tess at tvinna saman ymisku listagreinanar sum umboðaðar eru á framsýningini. Tað er óprofessionelt, at ljósmóðrafelagið tekur undir við atburðinum hjá eini ljósmóður, sum heitti á barnakonu um at hjálpa til at leggja trýst á sjúkrahúsleiðsuna. Hetta er ikki eitt argument, sum heldur, tí ljósmóðurin hevði bara sjálv kunna vent sær til leiðsluna á landssjúkrahúsinum, sigur Johnny í Grótinum. Stóru línuskipini fáa 36 prosent, útróðrarbátar millum 15 og 40 tons fáa 31 prosent, stóru línubátarnir, sum royna við línu, fáa 32 prosent, trolbátar fáa 20 prosent, og teir smáu útróðrarbátarnir fáa 32 prosent. Dagarnir, sum í hesum fiskiárinum vórðu settir til viks at brúka hjá fiskiførum, sum skerjingarnar í fiskidøgunum raka meinast, minka niður í ein triðing av tí, teir hava verið hetta seinasta heila fiskiárið. Landsstýrismaðurin ætlar eisini í samráði við Havstovuna og vinnuna at endurskoða friðingina á ungfiskaleiðum og taka stig til vísindaligar royndir á stongdum leiðum. Lógaruppskotið hjá Høgna Hoydal um fiskidagar frá 1.september til nýggjárs hevur ikki verið til ummælis, heldur ikki í Fiskivinnuráðnum. Fiskivinnumál verða bara løgd fyri Fiskivinnuráðið, tá landsstýrismaðurin heldur tað hava týdning fyri málsviðgerðina, sigur Høgni Hoydal. Men neyðugt er fara í løgtingið við einum nýggjum uppskoti um størri játtan til verkætlanina, tí uppskotið, sum lá í tinginum, datt burtur, tá tingið varð sent til hús. Byggikostnaðurin varð mettur til slakar 277 milliónir krónur , men haraftrat skal Mest hava góðar 22 milliónir krónur í stuðli úr landskassanum at byggja havrannsóknarskipið. Tá fíggjarnevndin viðgjørdi málið í farnu tingsetu, fekk hon at vita frá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, at tað er ein tryet fyri sáttmálanum millum Mest og Fiskimálaráðið, at Mest fær henda stuðulin. Men málið datt burtur, tá tingið varð sent til hús, og tí noyðist landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum at koma aftur í tingið við uppskoti um størri játtan til til havrannsóknarskipið. Tað er ein avbjóðing at fáa semju við Schengen myndugleikarnar um marknaeftirlitið, men gongst sum ætlað, verður hesin spurningurin greiddur í hesum árinum, sigur Uttanríkis og vinnumálaráðið í ískoytispartinum til løgmansrøðuna. Uttanrkis og vinnumálaráðið, Útlendingastovan og danska embætisverkið eru farin at gera neyðugu útgreiningarnar, so endaliga grundarlagið at yvirtaka málsøkið útlendingamál verður klárt. Umráðandi er, at útlendingarnir verða integreraðir í føroyska samfelagið, og arbeiðið at seta í verk eina integrasjónsætlan er byrjað, sigur Uttanríkis og vinnumálaráðið. Í eini 30 sekund æt føroyameistarin hjá 8 mannaførunum Argjabáturin, men tað var ikki so, tí úrslitið, sum varð almannakunngjørt eftir róðurin, var skeivt. Undan róðrinum var støðan tann, at Toftaregin lá til at vinna føroyameistaraheitið og Argjabáturin annað plássið. Hetta var tó treytað av, at Toftaregin sum tað minsta bleiv nummar tvey á ólavsøku. Blivu teir nummar trý, meðan Argjabáturin vann, so vann Argjabáturin føroyameistaraheitið. Argjabáturin vann sín róður sannførandi, men tað var øgiliga stutt millum Toftaregin og Árnfirðingin, sum kappaðust um annað og triðja plássið á ólavsøku. Endin var, at Toftaregin í næstseinasta takið vann seg fram á annaðplássið og harvið tók føroyameistaraheitið. Tað var tó ikki tað, sum bleiv almannakunngjørt fyrst, tí eitt mistak hendi á málinum. Hoyr hvussu Sára Jógvansdóttir, reportari hjá kringvarpinum, og Annika V. Dalsgarð, forkvinna í Róðrarsambandinum, upplivdu støðuna. Vanliga er tað ein ringur endi upp á eitt kappingarár í kappróðri at tapa ólavsøkuróðurin. Soleiðis varð tað tó ikki hjá manningini umborð á Toftaregini, tí eina lítla løtu høvdu teir eisini tapt føroyameistaraheitið. Men tað vísti seg at vera eitt mistak, og so vórðu teir brádliga aftur meistarar. Eg havi ongantíð feirað eitt annað pláss fyrr, sigur Dánjal Martin Hofgaard, sum rør við Toftaregini. Hann og Sverri Patursson, sum rør við Argjabátinum, vóru gestir í sendingini, Summartíð, sum setti fokus á eitt óheppið mistak, sum hendi á málinum undir ólavsøku kappróðrinum. Fyrsta úrslitið, sum varð almannakunngjørt, var skeivt. Tað elvir til stóra óvissu at hava tríggjar ymiskar skipanir eina í ár, eina næsta ár og eina í 2019, heldur Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum. Trætan millum ljósmøðurnar og leiðsluna á Landssjúkrahúsinum heldur fram. Leiðandi ljósmóðurin hevur fingið ætlanarskriv, og líkt er ikki til, at síðsta orðið er sagt í málinum. Í sendingini hesaferð varpa vit ljós á eitt mistak á málinum undir ólavsøkukappróðrinum, tá áttamannaførini høvdu róð. Tað hevði við sær, at Argjabáturin var føroyameistari í eini 30 sekund fyri síðani at missa tað, og vit tosa við Rene Shaki Joensen, sum fer at spæla fótbólt í Íslandi næstu mánaðirnar. Kim Hansen er gestur í táttinum, Tónleikarin og tónleikurin, og vit vitja eisini forkunnugan bólk, sum eitur. Gulaza framførir tekstir eftir kvinnum úr Yemen, ið er givnir víðari frá móður til dóttur gjøgnum nógv ættarlið. Í Yemen er framvegis vanligt, at gentur niður í 10 ára aldur verða giftar burtur. Bólkurin ger nógv burtur úr at vísa á skeivleikan í hesum. Fleiri barnakonur hava fingið áheitan frá ljósmøðrum at leggja trýst á leiðsluna í landssjúkrahúsinum, tá tær hava verið til viðtalu. Hetta stríðið er ikki nakað, vit eiga at verða blandaðar uppí, sigur Elin Dagbjartsdóttir Neshamar, sum er enn ein barnakona, ið hevur fingið slíka áheitan, tá hon hevur verið til ljósmóður. Fyrrapartin í morgin fer býráðið á Tvøroyri at viðgera umsóknina frá Varðanum Pelagic um loyvi at byggja uppsjóvarvirkið uppaftur. Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis og vinnumálum, fer í september til Moskva á vitjan, í sambandi við at roynt verður at fáa fríhandilssáttmála við Russland. Uttanríkis og vinnumálaráðið sigur í løgmansrøðuni, at russiski marknaðurin er sera týdningarmikil fyri Føroyar, og tí verður nógv orka brúkt at fáa eina fríhandilssáttmála, bæði á embætisstigi og á politiskum stigi. Ein fríhandilssáttmáli fevnir um øll londini í hesum felagsskapinum, og hon er bæði drúgv og umfatandi, sigur uttanríkis og vinnumálaráðið. Turkiska tjóðartingið hevur samtykt fríhandilssáttmálan við Føroyar, men enn vantar góðkenning á ráðharrastigi, soleiðis at turkiska stjórnin formliga kann boða frá, at sáttmálin er endaliga staðfestur. Politiski ófriðurin í Turklandi hevur eisini seinkað fríhandilssáttmálanum við Føroyar, men uttanríkis og vinnumálaráðið væntar, at hann verður endaliga staðfestur í hesum árinum. Stjórnarskipanaruppskotið ásetur, at skal landsjørð, ella stórur partur av henni, einskiljast, so skal málið fara til fólkaatkvøðu í minsta lagi eitt hálvt ár, og í mesta lagi eitt ár, eftir at løgtingið hevur samtykt hana. Í sambandi við 60 ára dagin hjá Kringvarpi Føroya tóku vit upp 14 kvæði, vísur og tættir í Reinsarínum í januar. Hesaferð kvøða tey Hetta er triðja sendingin við upptøkum í januar. Morgunsendingin skiftir orð við Andreas Jacobsen, gittarist í Asyllex, og Teit Egholm Fossaberg, ið er dómari, og eisini fer at gera sítt til at hjálpa suðuroyarbólkinum á ferðini í Týsklandi. Tað nýtist ikki at vera ein vansi at spæla tíðliga heldur Teitur, tí tá eru oyruni hjá dómarunum framvegis væl fyri at taka ímóti tónleikinum. Í sambandi við 60 ára dagin hjá Kringvarpi Føroya tóku vit upp 14 kvæði, vísur og tættir í Reinsarínum í januar. Hetta er fjórða sendingin við upptøkum í januar. Um tú hevur verið til handils uttanlands, hevur tú kanska havt møguleikan at givið handlinum eitt ummæli við einum smiley. Hvussu brosandi tekn verður givið, veldst um hvussu góð upplivingin í handlinum var. Maria lesur til sosialráðgeva, og sum part av útbúgvingini, hevur hon verið í starvslæru í Kenya. ABC Children s Aid Kenya hevur tveir kostskúlar fyri børn og ung, og har hevur Maria havt sína dagligu gongd. Hon hevði ymiskar uppgávur, s.s. at vera um børnini, seta seg í sosialu støðurnar og vitja teirra heimstað fyri at kenna upprunan og umstøðurnar hjá teimum. Nú hevur hon gjørt av at halda fram við hjálpararbeiðinum, hóast hon er komin heim aftur. Nógv eru sloppin inn á ymisk universitet bæði í Danmark, Føroyum og aðrastaðni um ólavsøkutíð, og nú byrja lestrarfyrireikingarnar. Tey, ið skulu undir útbúgving, kunnu fáa svar uppá spurningar, fáa góð ráð frá ymsum serkønum, og fáa høvið at tosa við onnur ung, ið eru í somu støðu. Lív Egilsdóttir Olsen, umboð fyri MFS og Rógvi Langgaard, sum skal undir útbúgving á CBS, greiða frá, hvørjar neyðugar lestrarfyrireikingar eru. Tað sama fara Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, og Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum, at gera í sjónvarpskjakinum í kvøld. Tey fara millum annað at umrøða, hvat tey halda um politisku kósina, sum løgmaður legði í røðuni, um bústaðarneyðina í Føroyum og um lønarsamráðingarnar, sum verða í heyst. Í morgun prátaðu Poul Michelsen og Michael Gove um handil, arktis og framtíðarleiklutin hjá Bretlandi tá tað snýr seg um viðlíkahald av havumhvørvinum í Norður Atlanshavinum. Um eitt ár byrjar nýggj ferðavinnuútbúgving í Vestmanna, ið skal skal gera tey lesandi før fyri at ráðleggja og fyriskipa tiltøk og sum heild kunna arbeiða innan føroysku ferðavinnuna. Men longu í heyst verður tó startskotið, tá tað fer at bera til at taka styttri ferðaleiðaraskeið. Tá tosa verður um umhvørvisdálking, hugsa tey flestu helst um órudd, mikroplast ella oljulekar, ið dálka náttúruna og uttandura umhvørvi. Men óljóð og larmur er eisini umhvørvisdálking, og tá er talan ofta um dálking, ið rakar og oyðileggur umhvørvið heima hjá fólkum sjálvum. Á Signabø eru fólk so plágaði av larmandi skipum, ið liggja við bryggju, at tey hava handað eina klagu til borgarstjóran í havn, Anniku Olsen. Tey allarflestu eru so ella so at finna á onkrum sosialum miðli, men geva vit okkum far um, hvussu hesir miðlarnir ávirka sálarheilsuna hjá okkum. Sálarfrøðingur rópar varskóð, tí hon heldur, at serliga ung fólk fáa eina skeiva mynd av veruleikanum. Stjórnarskipanaruppskotið er farið til almenna hoyring. Tað vil siga, at tú kann siga landsstýrinum tína meining um, hvat skal standa í okkara stjórnarskipanini. Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetri Føroya, sigur, at ymiskar orsøkir eru til, at færri søkja í ár. Millum annað verða nakrar útbúgvingar ikki bodnar út í ár, og so eru færri umsóknir til tær útbúgvingarnar, sum vanliga hava góða undirtøku, til dømis til námsfrøðing og lærara. Tó gongur væl hjá Setrinum, men nakrar avbjóðingar eru, og tað kann vera trupult at kappast við útlendsku universitetini, sum bjóða fleiri útbúgvingar. Beinir Troest Rasmussen og beiggin, Rani, framførdu í Summarmorgni í morgun. Beinir hevur tikið nýggja fløgu upp í Spania, har hann hevur búð í trý ár. Nýggja fløgan er á enskum og er eitt sindur øðrvísi enn tað, sum Beinir var kendur við í Kulum Røtum og á fløguni, sum kom út fyri trimum árum síðani. Eitt samt býráð á Tvøroyri samtykti á eykabýráðsfundi fyrrapartin at gera Varðanum Pelagic loyvi at byggja eitt nýtt uppsjóvarvirki á sama stað, har gamla virkið brann 9. juni. Alvi Mortensen, formaður í Teknisku Nevnd hjá Tvøroyrar Kommunu, kennir seg tó tryggan við at geva Varðanum loyvi at byggja eitt nýtt virki á júst sama stað, har gamla virkið stóð Hoyr samrøðu, sum Óluva Zachariassen hevði við Kristin Michelsen, borgarstjóra, og Alva Mortensen, formann í teknisku nevnd, í útvarpstíðindunum. Peningastovnarnir undrast á orðini hjá Akseli V. Johannesen, løgmanni, sum í ólavsøkurøðu síni bað peningastovnarnir vísa varsemi, tá tað snýr seg um at geva lán. Tað eru ikki vit, sum trýsta sethúsaprísirnar uppeftir, sigur Árni Ellefsen, stjóri í BankNordik og næstformaður í felagnum Peningastovnar. Tey flestu læknalesandi, sum eru í Føroyum í starvsvenjing, eru danir, hóast fleiri føroysk læknalesandi kundu hugsað sær at komið heim í starvsvenjing. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, skal nú svara løgtinginum, hvussu gongur við arbeiðnum at fáa føroyskum læknum framíhjárætt at taka klinisk basis uddannelse , KBU, í Føroyum. Føroyskir læknar undir útbúgving í Danmark hava ikki framíhjárætt at fáa KBU pláss í Føroyum, men eru við í sama lutakasti sum danskir læknar undir útbúgving um KBU plássini. Katrin Kallsberg spyr um útlitini fyri at fáa eina loysn fyri føroyskar læknar innan fyri verandi skipan. Og løgtingskvinnan vil eisini hava at vita, á hvønn hátt heilsu og innlendismálaráðið ætlar at skipa eina føroyska KBU skipan, um tað verður leisturin. Katrin Kallsberg vísir á, at eitt av tilmælunum í menningarætlanini fyri sjúkrahúsverkið er, at Heilsu og innlendismálaráðið tekur málið upp við donsku myndugleikarnar fyri at fáa KBU skipanina broytta soleiðis, at føroyingar fáa framíhjárætt at taka teirra KBU skeið í Føroyum. Vit hava longu í dag eitt ørkymlandi trot millum størstu fakbólkarnar í sjúkrahúsverkinum serstakliga serlæknar og skulu vit flyta okkum longur fram á leið á heilsuøkinum, er avgerandi, at vit hava røttu heilsustarvsfólkini og í røttum tali, sigur Katrin Kallsberg í viðmerkingunum til fyrispurningin. Í september fer løgtingið at hava aðalorðaskifti um lyftini hjá landsstýrisfólkunum um at avgreiða málini, sum Landsgrannskoðanin ger vart við ár eftir ár. Tey hava svarað, nær og hvussu tey ætla at loysa málini, sum Landsgrannskoðanin og løgtingsgrannskoðararnir gera vart við á hvørjum ári. Løgtingið samtykti í februar eitt uppskot frá løgtingsgrannskoðarunum, har álagt verður landsstýrinum at seta sær sjálvum tíðarfreistir at fáa øll hesi viðurskifti, sum funnist verður at, orðnað. Fíggjarnevndin er eisini samd við løgtingsgrannskoðararnar, tá teir vísa á, at tað er skeivt, at tey, sum umsita almennar pengar, kunnu játta sær sjálvum pengar. Tí eiga hægri myndugleikar altíð at góðkenna samsýningar og aðrar ágóðar. Hallið í uppskotinum er 3,2 milliónir krónur , sum fara til bráðfeingis ábøtur og at seta upp mastur á Sornfelli og til FM sendara á Húsareyni. Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, sigur, at talan er um eykajáttanir, sum hava skund. Tí játtanirnar hava ávirkan á, hvussu nógvir lærarar kunnu setast í starv, og hvussu nógvir næmingar kunnu takast upp nú í august. Magnus Dam, løgfrøðingur og journalistur, Beate L. Samuelsen, journalistur, og Bergur D. Hansen, bókmentafrøðingur eru vald í nevndina eftir tilmæli frá ávíkavist Búskapar og Løgfrøðingafelagnum, Føroyskum Miðlafólkum og Fróðskaparsetri Føroya. Limirnir í Miðlastuðulsnevndini skulu samlað umboða førleikar, ið fevna um dyggan kunnleika til og innlit í føroysk samfelagsviðurskifti, fjølmiðlar, fíggjarviðurskifti og roknskaparviðurskifti. Uppgávan hjá nevndini er at býta út miðlastuðulin, sum á fíggjarlógini er tvær milliónir krónur til privatar tíðindamiðlar. Mentamálaráðið fer tíðliga í heyst at lýsa møguleikan at søkja miðlastuðul. Hóast Henrik Old umsitur samferðslumál í landsstyrinum, nýtti hann ein stóran part av røðu síni í orðaskiftinum um løgmansrøðuna at finnast hvassliga at hollendingum, sum eiga í føroysku fiskivinnuni. Mentamálaráðið hevur fingið 60 ymisk uppskot um, hvat bygningarnir í Hoydølum skulu brúkast til, tá studentaskúlin flytiu í nýggja skúladepilin í Marknagili. Uppskotini skuldu vera ein yvirskipað lýsing av, hvussu økið verður best brúkt, og kemur flestum borgarum til gagns. Mentamálaráðið setti sum krav, at verkætlanarlýsing og fíggingarleistur skuldu fylgja við uppskotunum. Skotið verður millum annað upp at brúka Hoydalar til barnaheim, bústaðir, ellis og røktarheim, heilsubótardepil, psykiatriskt og sosialt viðgerðarstað, hospice, uppvenjing og hvíldarheim. Eisini eru uppskot um at brúka Hoydalar til gistingar og matstovuvirksemi, handlar, kaffistovur, ítróttarvirksemi, frítíðaraktivitetir og náttúruupplivingar. Ferðafólkatalið setur met so gott sum hvønn mánað, og í gjár var greitt, at fleiri enn 51.000 fólk ferðaðust um Vága floghavn í juli. Í sendingini fara vit á rundferð í Vága floghavn. Vit hava eisini verið til brúðarvígslu, har eitt norskt par giftist í Klaksvík í gjár, og tað vísir seg, at fleiri og fleiri útlendsk pør koma til Føroya fyri júst at giftast. Kópakonan og Kalsoyggin er eitt av heilt stóru ferðamálunum í norðoyggjum í ár, og tað er úrslit av góðari marknaðarføring og einum skipaðum heildagstilboði í Kalsoynni, sigur leiðarin á Norðoya Kunningarstovu. Vit hoyra eisini eina lítla og stuttliga søgu um, hvussu forkunnugar orsøkir kunnu vera til, at ferðafólk velja at vitja Føroyar. Og vit hitta útlendsk ferðafólk og fregnast um, hvaðani tey eru, og hvussu tey hava hoyrt um Føroyar. Seinni savnast fjøldin við neystini við bátahylin. Har verður livandi tónleikur við Hanus G Johansen og Silju Johannesen, felagssangur og miðnáttarrøða við Justinus Eidesgaard. Aleksandra Georgesdóttir er avvarðandi hjá einum dementum manni, sum býr einsamallur, hóast hann ikki klárar seg sjálvan. Gubbi hennara er 73 ár. Fyri tveimum og einum hálvum ári síðan fekk hann staðfest alkohol demens. Um dagin er hann í Doktarahúsinum í Fuglafirði, men restina av tíðini á kvøldi, um náttina og í vikuskiftinum býr gubbin einsamallur í eini kjallara íbúð. Hann er ógiftur og eigur ongin børn, og familja hansara megnar ikki at taka sær av honum til eina og hvørja tíð. Av tí, at maðurin í hesum førinum er eldri enn 67 ár, so liggur ábyrgdin hjá kommununi. Í Fuglafjarðar og Eysturkommunu er tað Nánd, sum umsitur eldra og heimarøkt. Nánd hevur fimm búðpláss til dement í Gøtubrá í Gøtu. Í Doktarahúsinum í Fuglafirði er eitt dagtilboð til sjey til níggju fólk. Stovnurin bjóðar eisini vikuskiftisumlætting til fýra fólk. Harafturat hevur Nánd tríggjar stovnar, sum eisini av og á taka ímóti dementum, og heimahjálpin veitir eisini onkrar tænastur. Hetta merkir, at til teir gott 3.600 borgararnar í Fuglafjarðar og Eysturkommunu eru bert fimm búðpláss sett av til fólk við demensi, meðan dagtilboð er til 7 9 fólk. Sambært Nationalt Videnscenter for Demens rakar demens umleið seks prosent av fólkinum. Hetta svarar til, at umleið 216 fólk í báðum kommunu kunnu væntast at hava demens. Jóhan Christiansen er stýrisformaður í Nánd heimatænastuni. Hann ásannar, at meira kann gerast fyri fólk við demensi, men heldur kortini fast við, at tey veita eina nøktandi tænastu. Malan Mohr, forkvinna í Alzheimersfelagnum, sigur, at tað er afturvendandi trupulleiki, at avvarðandi verða noydd at taka sær av dementum, sum ikki fáa nóg góða hjálp Eitt samt býráð á Tvøroyri samtykti fyrrapartin at gera Varðanum Pelagic loyvi at byggja eitt nýtt uppsjóvarvirki á sama stað, har gamla virkið brann 9. juni. Ikki er greitt enn, hvussu stór móttøku og framleiðsluorkan verður á nýggja virkinum. Bogi Jacobsen, stjóri á Varðanum Pelagic, segði við útvarpið á middegi, at felagið hevur biðið um tilboð uppá fleiri virkisstøddir. Tað veldst eitt nú um, hvussu fiskivinnan verður skipað í framtíðini, sigur stjórin á Varðanum Pelagic. Ein má læra seg at leggja arbeiðið til viks og hava frí, tá ein hevur frí. Vit megna at sova lítið í eitt styttri tíðarskeið, um tað er neyðugt, men yvir longri tíð hevur tað avleiðingar. til dømis verður ein í ringum lag, stendur seg ikki eins væl, etur ósunt, er í størri vanda fyri sukursjúku og so framvegis. Jóhanna heldur tað vera týdningarmikið at tosa um svøvnvanar í samfelagnum, og ábyrgdin av at sova væl og avrika væl liggur bæði hjá einum sjálvum og hjá arbeiðsgevara. Eisini eru nøkur góð ráð um, hvussu man svevur betur. Annbjørg á Høvdanum er sálarfrøðingur, og er í holt við sína Phd. um møði, og hvussu hon árvirkar kognitivu funksjónirnar. Hon sigur, at ov lítil svøvnur kann hava álvarsligar avleiðingar. Jón Sonni Jensen sýnir fram í hølunum hjá iNova í Havn, og framsýningin eitur Viscera Construct. Hann er ógvuliga glaður fyri keypini hjá Ny Carlsbergfondet, men hann veit enn ikki, hvar listaverkini fara. Onkuntíð fara tey til samlingina hjá Ny Carlsbergfondet, og onkuntíð lata tey listaverk til fyritøkur, listasøvn og so framvegis. Hetta kann hava stóran týdning fyri yrkisleiðina hjá Jón Sonna. Landssjúkrahúsið hevur áður roynt at broytt avtaluna, sum føroyingar sjálvir hava verið við til at gjørt, soleiðis at føroyingar fáa framíhjárætt at koma til Føroya á KBU. Men tað hevur ikki eydnaðst, tí áhugin fyri at koma til Føroya á KBU hevur ikki verið eins stórur, sum hann er nú. Jón Rafael Clementsen, læknalesandi, var heldur vónbrotin, tá hann endaði sum introlækni í Silkeborg. Hann hevði ynskt at komið til Føroya á KBU, sum er klinisk Basis Uddannelse tað sum fyrr var Turnus. Jón Rafael Clementsen er ikki hin einasti læknalesandi, ið ynskir at koma til Føroyar á KBU. Áhugin er stórur og ikki bara hjá føroyingum, men sum nakað nýtt, er áhugin hjá dønum eisini stórur at koma til Føroya. Ein kanning hjá felagnum Læknalesandi í Keypmannahavn vísir at tað eru í løtuni 60 læknalesandi, sum ynskja at koma til Føroya á KBU. Hóast tað helst eingin munur er á fakligheitini hjá læknalesandi dønum og føroyingum, hevur tað alstóran týdning, at føroyingar sleppa til Føroya á KBU framum onnur, heldur Jón Rafael Clementsen. Føroysk læknalesandi fáa helst framíhjárætt at koma til Føroya Heilsu og innlendismálaráðið hevur tí sett seg í samband við donsku myndugleikar. Ætlanin er at gera eina royndarskipan, soleiðis at tað í øllum førum vera tríggir føroyingar, sum fáa framíhjárætt at koma til Føroya. Heilsu og innlendismálaráðið fer at samráðast við Sundhedsstyrelsen í Danmark í septembur í ár. Landsstýrksvinnan hevur góðar vónir um, at danir eru sinnaðir at broyta KBU skipanina í Føroyum. Ikki seinni enn í næstu viku fær Páll á Reyntúgvu ein lista við nøvnum á løgfrøðingum, sum kunnu kanna Høgna Hoydal, landsstýrismann, og Aksel V. Johannesen, løgmann. Kanningarstjórin skal hava løgfrøðiligt embætisprógv og skal ikki arbeiða í fyrisitingini hjá landsstýrinum, á stovni undir landsstýrinum, hjá dómsvaldinum, ella fyrr hava viðgjørt málið, sum skal kannast. 15 fólk í andstøðuni hava biðið um kanningarstjóra at svara seks spurningum um embætisførsluna hjá Høgna Hoydal viðvíkjandi veiðiloyvunum hjá partafelagnum Nærabergi. Sjeyndi spurningurin er, um løgmaður hevur røkt sína skyldu at hava eftirlit við landsstýrismanninum í fiskivinnumálum á fullgóðan hátt. Løgmaður hevur ongar viðmerkingar til útsøgnina hjá landsstýrismanninum Henriki Old, sum á tingsins røðarapalli bað tingfólk um at halda hollendingar langt burturi úr føroysku fiskivinnuni. Útvarpið hevði eina avtalu um eina samrøðu, men tá upptøkan skuldi gerast løtu seinni, kúvendi Aksel V. Johannesen, og vildi ikki gera nakrar viðmerkingar til málið yvirhøvur. Bill Justinussen í Miðflokkinum tók afturíaftur orðini hjá Henrik Old, landsstýrismanni, í gjár, tá hann hevði orðið í tinginum fyrrapartin. Landsstýrið ger ikki mun á fólkasløgum. Øll verða viðgjørd eins. Og íløgur á landi verða ikki avmarkaðar á sama hátt sum íløgur í skip. Tað segði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, í tinginum, tá funnist verður at tí, sum Henrik Old, landsstýrismaður, hevur sagt um hollendingar. Á Tvøroyri fegnast tey, nú Varðin Pelagic í gjár fekk loyvi frá kommununi at byggja nýggjan virkisbygning fyri tann, sum brann í grund tann 9. juni. Tað er ikki eg, sum eri orsøk til, at minnilutaverjan er tikin burtur úr uppskotinum tum stjórnarskipan. Tað er samgongan, sum sjálv ikki vil hava nakra minnulutaverju. Tað sigur Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum. Í nýggja uppskotinum til stjórnarskipan, sum løgmaður sendi til hoyringar á ólavsøku, er minnilutaverjan tikin burtur. Hon var annars í uppskotinum frá 2010. Minnilutaverjan er ein áseting, sum sigur, at ein minniluti í løgtinginum kann senda eitt politiskt mál til fólkaatkvøðu , og at veljarar kunnu av sínum eintingum senda politisk mál til fólkaatkvøðu, um tað eydnaðst teimum at savna nóg mikið av undirskriftum. Ásetingin er tikin burtur eftir ynski frá Fólkaflokkinum, segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, í útvarpinum í gjár. Fyrri tímin Vit vitja umborð á einum supply skipi, sum júst er farið langa leið. Tað serliga er, at hetta skipið hevur ikki verið við føroyskan kai kant í fleiri ár, og vit hava fingið eina rundferð umborð, og hava prátað við skiparan og stýrimannin. Í september verður fokus sett á minnilutar, tá Faroe Islands International minority films festival verður í Føroyum. Vit hitta fyriskipara, sum greiðir frá, hví tað hevur stóran týdning, at fokus verður sett á minnilutar í Føroyum Eyðun Nolsøe gevur í næstum nýggja fløgu út, og hann kemur á gátt til eitt prát um útgávuna og eitt spildurnýtt staklag, sum verður at hoyra fyri fyrstu ferð í útvarpinum í dag. Seinni tímin Fyrr í vikuni hava vit gjørt eitt sindur burtur úr ljóð dálking og órógvandi gangi frá skipum, og í dag halda vit fram at viðgera hetta evnið. Sirið Stenberg, avvarðandi landsstýriskvinnu í Heilsu og Innlendismálum, greiðir frá ábyrgd og lóggávu á økinum, og Suni Petersen, deildarleiðari á Umhvørvisstovuni, kemur í útvarpstovuna at greiða frá ábyrgdarøki og virksemi hjá stovninum. Vit tosa eisini við Bjarka Ellefsen, serlækna innan oyrna , næsa og hálssjúkur á Landsjúkrahúsinum, um ampa og árin av óljóði og gangi. Tað ásannar Naina Túgvustein, virkandi sjúkrahússtjóri. Hon undirstrikar tó, at fakligi kvaliteturin til allar tíðir hevur verið nøktandi, men at tann kvaliteturin, sum sjúklingarnir uppliva, ikki hevur verið nøktandi á føðideildini. Nú tekur leiðslan í egnan barm og hevur sett eina virkandi deildarljósmóður, sum skal tryggja, at barnakonurnar aftur skulu kenna seg tryggar at eiga á føðideildini. GG Yvirskriftin á hesi grein varð kærd til fjølmiðlanevndina. Fjølmiðlakærunevndin gav tann 14. marts 2018 kærara lutvíst viðhald í, at yvirskriftin ikki er nøktandi. Uppskotið um fiskidagar komandi fiskiárið var til fyrstu viðgerð í tinginum í dag. Skotið verður upp, at fiskidagarnir skulu vera galdandi 31. desember í ár. Eftir at hava tvíhildið um, at alt var í lagi, taka tey nú í egnan barm. Týsdagin varð ein virkandi deildarljósmóður sett til burturav at tryggja, at trygdin á føðideildini er í lagi. Tílíkar hendingar hava elvt til, at Henrik L. Hansen, landslækni, hevur sent ein fyrispurning til Landssjúkrahúsið, har hann vil hava at vita um trygdin á føðideildini í lagi. Hann krevur, at serfrøðin innan øll øki á føðideildini svara fyri seg. Hetta er ikki nakað Naina Túgvustein, varaleiðari, stúrir fyri. Hon sigur, at hóast umstøðurnar ikki hava verið nøktandi, hevur fakligheitin allatíðina verið í lagi. Nú hava tey sett eina virkandi deildarljósmóður, sum skal burtur av tryggja, at allir avloysarar fáa kunning um praktisku viðurskiftini á deildini. GG Yvirskriftin á hesi grein varð kærd til fjølmiðlanevndina. Fjølmiðlakærunevndin gav tann 14. marts 2018 kærara lutvíst viðhald í, at yvirskriftin ikki er nøktandi. Av tí at samgongan hevur útsett kvoturnar til 2019, kemur eitt nýtt uppskot um fiskidagar alt árið 2018 í heyst. Høgni Hoydal svaraði, at lógin, sum fiskidagarnir skulu ásetast eftir næsta ár, er ikki samtykt enn. Flokkurin heldur, at óvissan um fiskivinnunýskipanina køvir framburðin í fiskivinnuni, og fær reiðarar og vinnulívsleiðarar at repa seglini. Hóast serliga farna og núverandi samgonga hava havt sum greitt mál, og hava lagt nógv arbeiði í, at nýggj skipan skuldi verða liðug, tá gamla leggur árar inn, so hevur tað ikki eydnast, og nú má tíðin metast at vera farin frá okkum. Serliga vinnulívið hevur tørv á einum time out , eini tíð, har vinnan, bæði á sjógvi og landi, fær møguleika at seta kós aftur, uttan at hava ivasamar broytingar hangandi yvir sær sum eina hóttan, sigur Miðflokkurin í viðmerkingum til uppskotið. Og hetta gevur eisini politisku flokkunum neyðuga skotbráið at finna eina breiða semju fyri einum nýggjum fiskivinnuuppskoti, sigur Miðflokkurin. FM sendinetið hjá Kringvarpinum og masturin á Sornfelli, sum millum annað MRCC og Vága floghavn brúka, fóru so illa í ódnarveðrinum í vetur, at neyðugt er við eykajáttan, so farast kann undir umvælingararbeiðið sum skjótast. Í uppskotinum um eykajáttanarlóg fyri august verður mælt til at játta slakar tvær milliónir krónur til FM sendinetið og tvær milliónir krónur til nýggja mastur á Sornfelli. Neyðugt er at skifta FM antennuskipanina á Húsareyni oman fyri Havnina út. Mastrarnar eru høgar, millum 70 og 120 metrar, og tær kunnu bara skiftast í góðum veðri í summarhálvárinum. Masturin á Sornfelli fekk eisini so stóran skaða í ódnini um jóltíðir, at hon má takast niður í summar, tí annars er vandi fyri, at hon koppar. Tað ber heldur ikki til at seta nýggjan radara og kupul upp á Sornfelli, fyrr enn masturin er tikin niður, verður sagt í viðmerkingunum til uppskotið. Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna, spyr Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, hvat er gjørt, og ikki minst, hvat verður gjørt við trupulleikan. Bjørt Samuelsen spyr millum annað Sirið Stenberg, hvussu tað ber til, at trupulleikin veksur í Føroyum, hóast tiltøk at fyribyrgja eru sett í verk, sambært landsstýriskvinnuni. Bjørt Samuelsen spyr eisini, um vandin fyri fjølmótstøðuførum bakterium verður tikin við í metingina, tá avgjørt verður, hvørji sjúkrahús í øðrum londum, føroyska heilsuverkið sendir sjúklingar til. Hon spyr, hvat er og hvat verður gjørt fyri at kunna almenningin, kommunulæknar og onnur um, hvussu vandan fyri fjølmótstøðuførum bakterium kann avmarkast. Tað sigur Ferðavinnufelagið um ætlanina hjá Innlendismálaráðnum at geva bátum boð um ikki at sigla skjótt nærri landi enn 500 metrar frá 1.mai til 15.august. Og tá verða størri sannlíkindini fyri, at endamálið við kunngerðini, sum er at verja og varðveita fuglin í bjørgunum, verður rokkið. Ferðavinnufelagið mælir eisini til, at ein loyvisskipan fyri ferðavinnuna verður galdandi fyri Ramsarøkið, sum er Nólsoy, Skúgvoy og Mykines. Birita Poulsen lærir sang á konservatoriinum Hanns Eisler Hochschule f r Musik í Berlin og Mattias hevur kandidatsprógv frá kongiliga konservatoriinum í Keypmannahavn. Hvønn fríggjadag í summar hevur Summarmorgun roynt eina uppliving av onkrum slagi. Í dag er tað siglitúrur og svimjing í sjónum, sum er alsamt vanligari at gera í Føroyum um summarið. Siglitúrurin av Gomlurætt út í Hest var við Eagle, skjóttgangandi báti, og har sigldu vit inn í Húsagjógv, og síðani svumu vit frá Húsagjógv inn í Trongugjógv og út hinumegin. So klatraðu vit eisini uppá land og upp í eitt rituberg. Nakað av vindi, høgar aldur, ókendar umstøður og ein siglitúrur, sum gongur skjótt fyri seg, elvir til nakrar eiðir viðhvørt. Sum eg havi skilt arbeiðið við stjórnarskipanaruppskotinum, so er hetta eitt skjal, sum virðir galdandi grundlóg og stjórnarskipan. Tað sigur Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, í samrøðu við Sosialin, nú eitt uppskot um stjórnarskipan er farið til almenna hoyring. Forsætisráðharrin sigur, at Føroyar eru komnar longri enn Grønland í spurninginum um stjórnarskipan, og tað sæst eisini aftur í arbeiðnum við stjórnarskipanini, sigur hann við Sosialin. Forsætisráðharrin sigur, at hann skilir væl ynski hjá einum fólki at skipa seg sjálvt, og tað virðir hann eisini. Men hann fer altíð at tosa fyri einum felagsskapi, í staðin fyri at lond taka seg burtur úr einum samstarvi. Føroyska samfelagið hevur ment seg við rúkandi ferð, og tað hevur uppiborið alla virðing. Tó vildi eg mett, at tað er eisini ein fyrimunur fyri føroyingar, at í somu løtu teir fara til Danmarkar, hava teir somu rættindi sum danir, sigur Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, í samrøðuni við Sosialin. Síðani ætlar løgmaður at leggja tað fyri tingið. Eftir fyrstu viðgerð fer tað í eina grein 25 nevnd, har allir flokkar eru umboðaðir. Stjórnarskipanin skal verða avgreidd í tinginum í seinasta lagi 25. oktober, eitt hálvt ár fyri, at ætlaða fólkaatkvøðan skal vera á flaggdegnum, 25. apríl, næsta ár. Á hvørjum ári verður ein millión tilskilað teimum, sum búgva á útoyggj í útjavningarstuðuli. Hesin stuðulin lættir um meirkostnaðin av at flyta olju, landbúnaðarvørur og annan farm til útjaðaraøki. Hann verður býttur ímillum flutningsfeløgini Strandfaraskip landsins, Posta og Atlansflog, sum umsita skipanina. Men longu í juni mánað frættu tey í Útoyggjafelagnum, at nú var puljan tóm. Vanliga hendir hetta ikki fyrr enn á heysti, tá ið krov og annað skal flytast. Elis Poulsen hevði herfyri 65 ára føðingardag. Hann er best kendur úr Útvarpinum, har hann millum annað hevur gjørt nógvar sendingar um dansibandstónleik. Í ár eru 28 ár síðan, at Elis Poulsen hevði sína fyrstu tónleikasending í Útvarpinum, sum kallaðist Á Tónatingi . Hann er eisini kendur frá Lurtarnir og Vit , og seinnu árini hevur hann gjørt vælumtóktu sendingina Upp á tá . Elis Poulsen fekk staðfest sjúkuna Parkinson fyri nøkrum árum síðan. Tað er orsøkin til, at eyðkenda rødd hansara ikki er at hoyra í útvarpinum longur. Tað sigur Jan Toftegaard Støckel, sum granskar í kynsligum ágangi deildini fyri Ítrótti og Biomekanik á Syddansk Universitet við Danmarks Radio, sum varpaði ljós á evnið í vár. Tað samsvarar einum trolara, sum roynir at fáa sardinur við stórum meskum. Tú fangar sera fáar. Talið á dømdum brotsfólki er lutfalsliga lítið í dag. Tað er kanska nøkur fá hundrað, tú kastar nót eftir. Men tú fangar einans ein lítlan part av trupulleikanum. Teir venjarar, sum ikki hava ein dóm, ella har einans illgruna var, sleppa sjálvandi undan, sigur Jan Toftegaard Støckel við Danmarks Radio, sum mælir til at seta fleiri fyribyrgjandi átøk í verk fyri at basa trupulleikanum eitt nú at varpa meira ljós á trupulleikan í útbúgvingunum. Lógin um barnaváttan snýr seg um at fyribyrgja, at fólk, sum áður eru dømd fyri at hava framt kynsligan ágang skulu sleppa at fáa starv, har tey koma í samband við børn. Ein barnaváttan prógvar, at tann, sum søkir um starv at ansa børnum, ikki er dømdur ella dømd fyri at gera seg kynsliga inn á børn seinastu tíggju árini. Pengarnir verða nýttir til at hjálpa ungum, sum eru fastlæst í fátækradømi at sleppa víðari eftir lokna miðnámsskúlaútbúgvin í ABC Children s Aid Kenya, sigur Maria Syderbø Mikkelsen, sum hevur verið í starvslæru í í ABC Barnahjálp í Kenya. Í næstum fara Føroyska Barnahjálpin, ABC Children s Aid Kenya og Maria Syderbø Mikkelsen at tosa um, hvussu peningurin verður best brúktur. Bretski umhvørvismálaráðharrin Michael Gove er komin í andglettin í heimlandinum, eftir at hann hevur givið donskum fiskimonnum lyfti um, at teir kunnu fiska í bretskum øki, eftir at Bretland er farið úr ES. Og sambært umboðum fyri Danska Fiskimannafelagið skal ráðharrin á einum fundi mánadagin hava nevnt møguleikan fyri eini skiftistíð eftir Brexit, har útlendingar kunnu fiska í bretskum sjógvi. Men lyftini samsvara ikki við tað, ið ráðharrin segði í sendingini Andrew Marr Show á BBC fyrr í mánaðinum, har hann greiddi frá, at eftir ætlanini hjá stjórnini skulu eingir útlendingar fiska í bretskum sjógvi. Andsøgnin hevur vakt ans hjá bretsku andssøðuni. Stjórnin sendir út mótsigandi signal um hvør kann koma í bretskan sjógv at fiska eftir Brexit, sigur Holly Lynch, úr andstøðuflokkinum Labour. Tað er alneyðugt, at stjórnin ger sína støðu greiða fyri at fyrbyrgja meiri skaða í samráðingunum við ES, hvørs viðurskifti kunnu skaða eina avtalu við bretska fiskivinnuídnaðin, skrivar bretski andstøðupolitikarin á sosialu miðlunum. Barnaváttanin, sum Mentamálaráðið arbeiðir við, og sum fleiri av okkara grannalondum longu hava samtykt, eigur ikki einans at fevna um kynsligan ágang móti børnum. Tað heldur Barnabati, sum vísir á, at í Danmark hava tey broytt lógina frá 2005, so at harðskapur móti børnum eisini verða skrivaður í barnaváttanina. Lógin um barnaváttan snýr seg um at fyribyrgja, at fólk, sum áður eru dømd fyri at hava framt kynsligan ágang skulu sleppa at fáa starv, har tey koma í samband við børn. Við lógini løgreglan fær loyvi til at skriva barnaváttanir, tá stovnar og feløg biðja um tær. Ein barnaváttan prógvar, at tann, sum søkir um starv at ansa børnum, ikki er dømdur ella dømd fyri at gera seg kynsliga inn á børn seinastu tíggju árini. Vit og skil og góður sjómanskapur eru millum orsøkirnar, at regattain gekk so væl í gjár. Tað sigur Marni Joensen, formaður fyri Hósvíkar Róðrarfelag, sum samskipar regattaina í Sundalagnum Nú tað ikki verður kravt, at skip, sum fiska makrel, norðhavssild og svartkjaft, og botnfisk í Barentshavinum í ár, skulu hava veiðiloyvi, er neyðugt at broyta lógina um skipaskráseting, so fiskivinnulóggávan og lógin um skipaskráseting samsvara. Sambært lógini um serstakar treytir fyri fiskiskap eftir makreli, norðhavssild og svartkjaft, og botnfiski í Barentshavinum, kann rætturin at fiska í ár seljast eigarum av fiskiførum undir føroyskum flaggi, sum ikki hava veiðiloyvi, og føroyskum feløgum, ið kunnu skjalprógva avtalu um, at skip undir føroyskum flaggi fiskar kvotuna. Uppboðssølurnar av fiskirættindum eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti, og botnfiski í Barentshavinum verða í tveimum umførum. Tá verða seld 5.447 tons av makreli, 1107 av botnfiski í russiska partinum av Barentshavinum og 614 tons av botnfiski í norska partinum. Fyrra opna uppboðssølan verður á Fiskamarknaðinum týsdagin 22. august. Tá verða seld 5.447 tons av makreli og 1106 tons av botnfiski í Barentshavinum. Seinna opna uppboðssølan á Fiskamarknaðinum verður á Fiskamarknaðinum 29. august. Tá verða boðin út 9.000 tons av svartkjafti og 9.000 tons av norðhavssild. Vinnunevndin hjá løgtinginum fer í morgin at undir at viðgera lógaruppskotið hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum um fiskidagar fyri næsta fiskiár, sum hesaferð bara verður fýra mánaðir. Til fundin í morgin hevur vinnunevndin boðsent Vága Útróðrarmannafelag, Meginfelagi Útróðramanna, Felagnum fyri Línuskip, Felagnum fyri Trolbátar, Føroya Fiskimannafelag, Fiskidaganevndini, Føroya Reiðarafelag, Føroya Skipara og Navigatørfelag og Høgna Hoydal, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, sum møtir saman við umboðum fyri VØRN og Havstovuna. Tá uppskotið hjá Høgna Hoydal var til 1.viðgerð í løgtinginum, hildu fleiri andstøðutinglimir tað vera í stríð við lógina um vinnuligan fiskiskap at broyta fiskiárið til bara at vera fýra mánaðir. Andstøðan heldur, at landsstýrið eigur at áseta fiskidagarnar fyri eitt heilt ár sum vant, ella fyri 16 mánaðir, frá 1. september í ár til 31.desember næsta ár. Fiskidagarnir kunnu bara ásetast eftir galdandi lóg um vinnuligan fiskiskap, og av tí at hon fer úr gildi á nýggjárinum, ber bara til at áseta fiskidagar fyri fýra mánaðir, sigur hann. Ein partur av manningini kom aftur til arbeiðis beint eftir ólavsøku, og í hesari vikuni verður øll manningin aftur til arbeiðis, Tá verður borað aftur við fullari megi bæði strandamegin og hvítanesmegin. Nú er ein góður kilometur boraður tilsamans, og tað svarar til umleið 10 prosent av tunlinum, sum verður góðar 11 kilometrar langur. Onkrar lekar hava verið í grótinum strandamegin, men sum heild hevur arbeiðið gingið væl, og tíðarætlanin heldur, sigur Teitur Samuelsen, stjóri í tunnilsfelagnum. Kæran frá Meginfelagi Útróðrarmanna um Høgna Hoydal, landsstýrismann, um fiskidagarnar í hesum fiskiárinum, sum endar 31. august, er framvegis til viðgerðar, og spurningurin er, um landsstýrismálanevndin kemur til eina niðurstøðu, áðrenn løgtingið samtykkir fiskidagarnar, sum skulu koma i gildi 1. september. Fyrst í juni minti Meginfelagið landsstýrismálanevndina á kæruna og spurdi, um nøkur niðurstøða kemur, áðrenn nýggir fiskidagar verða ásettir. Tað sigur seg sjálvt, at tríggjar ymiskar skipanir í minni enn hálvt annað ár er alt annað enn nøktandi fyri vinnuna, sigur Hjalmar Hansen, formaður í Fiskidaganevndini, sum í morgin er boðsendur at møta í vinnunevndini hjá løgtinginum. Undir 1.viðgerð av lógaruppskotinum um ásetan av fiskidøgum hósdagin segði Høgni Hoydal, at lógin, sum fiskidagarnir skulu ásetast eftir næsta ár, er ikki samtykt enn. Tí ber bara til at áseta fiskidagar eftir lógini, sum er í gildi enn, og tí ber bara til at áseta fiskidagar fyri fýra mánaðir Landsstýrið arbeiðir við at samansjóða eykajáttanina, sum vanliga kemur um várið, við hana, sum vanliga verður løgd fram um heystið. Tað er boðskapurin frá stjóranum í Reiðarafelagnum, Stefani í Skorini, til landsstýrismannin í fiskivinnumálum og politisku skipanina sum heild. Reiðarafelagið er boðsent at møta í Vinnunevndini hjá løgtinginum í morgin, tá nevndin fer undir at viðgera uppskotið hjá Høgna Hoydal um ásetan av fiskidøgum. Uppá eina viku hevur HB nú vunnið á báðum oddaliðunum. Fróði Benjaminsen legði annars Víking á odda tíðliga í dystinum í dag, men við málum frá Øssur Dalbúð, Johan Troest Davidsen og Alexander Stankov vann HB annan dystin á rað. EB Streymur gjørdi somuleiðis ein vørr í umfarinum í dag, tá ið teir vunnu 2 1 á KÍ. Miðskeiðis í seinna hálvleiki legði Jóannes Danielsen KÍ á odda, men innan fáar minuttir syrgdi innskifti Arnbjørn Hansen fyri tveimum skjótum málum til EB Streym, sum sostatt vann dystin 2 1. 07 Vestur vann trý týdningarmikil stig í botnstríðnum, tá ið teir vunnu á Skála við einum máli móti ongum. Ken Fagerberg skjeyt einasta málið í dystinum stutt fyri hálvleik. NSÍ greiddi sína skyldu á heimavølli, tá ið teir vunnu 4 0 á felagsliðnum úr Suðuroynni, og tað sama gjørdi B36, sum vann 5 2 á ÍF í Gundadali. B36 ÍF 5 2 1 0 Róaldur Jakobsen 36 2 0 Meinhard Olsen 59 3 0 Høgni Eysturoy 62 3 1 Kristoffur Jakobsen 63 4 1 Patrik Johannesen 70 5 1 Patrik Johannesen 88 5 2 Niels Pauli Danielsen 89 Støðan í EFFO deildini sær nú soleiðis út 1 Víkingur 35 2 NSÍ 33 3 KÍ 32 4 B36 29 5 HB 24 6 EB Streymur 21 7 TB FCS Royn 20 8 Skála 17 9 07 Vestur 14 10 ÍF 6 Grønlendska landsstýriskvinnan í uttanríkismálum, Suka K. Frederiksen, vil nú hava kannað, um allar mannagongdir eru hildnar í sambandi við, at tøkniliga radarútgerðin í Thule verður dagførd, skrivar Sermitsiak. Tí er tað ikki óvæntað, at radarin er dagførdur fyri umleið eina hálva milliard krónur, sigur granskarin í trygdarpolitikki á lærda háskúlanum í Keypmannahan, Kristian Søby Kristensen, við grønlendska kringvarpið, KNR. Teldur og telduforrit í radaranum verða dagførd, og øll uppstigingin hevur við sær, at tær fimm early warning støðirnar í Grønlandi fyri fyrstu ferð í 30 ár hava somu útgerð. Men tað, sum nú verður gjørt, er ikki í andanum í avtaluni, sum varð gjørd í 2004, sigur Hans Jacob Helms, fyrrverandi flokskrivari hjá Siumut í fólkatinginum, í eini grein í Jyllands postinum. Sambært avtaluni skal USA kunna bæði danskar og grønlendskar myndugleikar, áðrenn broytingar verða gjørdar, og tí átti Grønland at verðið kunnað um tær seinastu dagføringarnar í Thule, skrivar Hans Jacob Helms. Og nú hevur landsstýriskvinnan í uttanríkismálum, Suka K. Frederiksen, vent sær til danskar myndugleikar at via, um allar mannagongdir eru hildnar í hesum málinum. Vit halda, at okkara amerikansku starvsfelagar eru sinnaðir at halda fram at tingast, og eftir mínum tykki er eingin annar møguleiki, sigur Lavrov. Londini hava víst diplomatum hjá hvør øðrum av landinum, og fyri fáum døgum síðani skrivaði Donald Trump, forseti, undir eina lóg, sum herðir tiltøkini móti Russlandi. Bæði Lavrov og Tillerson lótu seg avmynda saman, men teir lótu sum onki, tá teir vórðu spurdir, um nýggju amerikansku tiltøkini fara at ávirka viðurskiftini millum bæði londini. Stórmeistarin í talvi, Helgi Dam Ziska, evnaði í samstarvi við Talvsamband Føroya talvfrálærutilfar til lærarar og næmingar, og næmingar í 1. 3. flokki brúka ein tíma í rokning til talv. Men átakið átti at fevnt um alt landið og um fleiri floksstig, heldur Carl Eli Nolsøe Samuelsen, skrivari og nevndarlimur í Føroya Lærarafelagi. Ætlanin er, at tilfarið, sum Helgi Dam Ziska hevur gjørt til lærarar og næmingar, skal gevast út sum lærubók, væntandi um ársskiftið. Í heyst verður skeið fyri lærarum í talvfrálæru í Eysturoynni. Og Helgi Dam Ziska ætlar eisini at fara út á skúlar at leggja lag á. Tað er eingin ivi um, at talv stimbrar bindindi og hugsavningina hjá børnum. Eisini mennir talv kreativar førleikar, so sum at finna upp á, verja seg, hugsa fleiri leikir í senn og hugflogið, skrivar Skúlablaðið. Í heyst er ætlanin at hava eina stóra talvkapping fyri 3. og 4. flokki í skúlunum, sum hava tikið ímóti tilboðnum frá Helga Dam Ziska og Talvsambandinum Fyri átta árum síðani lovaði danska stjórnin, at stovnurin Geo data styrelsen skuldi gera 73 nýggj sjókort, og at tey skulu vera liðug, áðrenn 2018 er runnið. Sambært blaðnum er orsøkin, at danska stjórnin hevur flutt Geo data styrelsen úr Keypmannahavn til Aalborg, og bara eitt av teimum 15 starvsfólkunum, sum burturav arbeiddu við at gera grønlendsku sjókortini, hevði hug at flyta við stovninum til Aalborg. Sambært Geo data styrelsen eru førleikarnir at gera hesi kortini nú burtur, og hóast stovnurin roynir at seta nýggj fólk við, so tekur tað drúgva tíð, helst fleiri ár. Tí verða eingi sjókort gjørd fyribils. Málið vekir ans, bæði millum grønlendskar og danskar politikarar. Sjókortini hava týdning, tí uttan tey sigla skip at kalla í blindum. Eg havi fyrr víst á, at hetta kann í síðsta enda kosta mannalív, sigur Aaja Chemnitz Larsen, fólkatingslimur fyri Inuit Ataqatigiit, við Politiken. Andstøðan í danska fólkatinginum sigur, at málið um grønlendsku sjókortini er ein gølu, og danski Javnaðarflokkurin og Eindarlistin krevja stjórnina eftir eini frágreiðing. Klokkan níggju fór løgtingsins vinnunevnd at viðgera uppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, um fiskidagar frá 1. september til nýggjárs. Nevndin hevur boðsent Vága Útróðrarmannafelag, Meginfelagi Útróðramanna, Felagnum fyri Línuskip, Felagnum fyri Trolbátar, Føroya Fiskimannafelag, Fiskidaganevndini, Føroya Reiðarafelag, Føroya Skipara og Navigatørfelag og Høgna Hoydal, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, sum møtir saman við umboðum fyri VØRN og Havstovuna. Bæði Fiskidaganevndin og Reiðarafelagið vilja hava, at fiskidagarnir verða galdandi eitt heilt fiskiár, til 1. september næsta ár, tí kvotuskipanin er útsett til 2019. Og tað fær vinnunevndin eisini at vita, tá umboð fyri Fiskidaganevndina og Reiðarafelagið møta á fundi at greiða frá sínum sjónarmiðum. Tað eru Klaksvíkar kommuna og Summarfestivalurin, sum í samstarvi við onnur skipa fyri summarvikuni, og hon er, sambært fyriskiparunum, upphiting til Summarfestivalin, sum byrjar hósdagin. Nógv tiltøk eru á skránni til leygardagin, millum annað altjóða sálmakvøld í Christianskirkjan, karnevaldansur gjøgnum býin, framførsla við íslendska Performance Art bólkinum CGFC í gomlu brandstøðini, uttandura talvkapping, har stórmeistari í talvi Helgi Dam Ziska bjóðar av. Eisini verður uttandurakonsert við teimum 30 ungu tónleikaranum, ið hesa vikuna eru við á tónleikaverkstovum í Norðurlandahúsinum. Fyrrverandi danski uttanríkisráðharrin, Per Stig Møller, mælir til, at Danmark og Grønland gevast við at hava misálit á hvør øðrum, men heldur samstarva. Í eini tíðargrein í Berlingske skrivar Per Stig Møller, at Danmark, Grønland og Føroyar eiga at semjast um ein uttanríkipolitikk, sum verður til fyrimunar fyri allar partar. Til tess at varðveita ríkisfelagsskapin, eigur Grønland at kenna seg á jøvnum føti við Danmark og Føroyar. Allir tríggir partar eiga at kenna seg heima, skrivar Per Stig Møller, sum stúrir fyri hinum møguleikanum. Hann sigur, at so hvørt sum ferðslan í landnyrðings og útnyrðingsleiðunum veksur, fara stórveldi sum Kina, USA og Russland at fáa størri áhuga fyri Grønlandi. Og tað kann vera vandamikið hjá so fáum fólkum í einum so stórum landi, um Grønland tekur seg burtur úr ríkisfelagsskapinum, donsku uttanríkistænastuni og verjuni, skrivar fyrrverandi danski uttanríkiráðharrin. Hvør í sinum lagi fara Kina, USA og Russland at royna at forða fyri, at Grønland hellir ein ávísan veg. Hernaðarliga dubbingin í póløkinum fer at vaksa, og eisini royndin hjá stórveldunum at fáa valdið á Grønlandi, kanska við at leggja búskaparligt ella hernaðarligt trýst á grønlendingar, skrivar Per Stig Møller. Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, sigur, at Tórshavnar kommuna kann leiga Súluna og røkja ferðasambandið út í Hest, men Annika Olsen, borgarstjóri, sigur, at tað hevur kommunan ikki loyvi til, tí landið hevur skyldu at røkja ferðasambandið. Vinnunevndin hevur fingið tvey mótmæli afturat, nú nevndin er farin undir at viðgera lógaruppskotið um fiskidagar fyri næsta fiskiár, sum byrjar 1.september. Felagið Línuskip og Meginfelag Útróðrarmanna mótmæla bæði tí leisti, sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ætlar at áseta fiskidagarnar eftir. Høgni Hoydal ætlar, at komandi fiskiár verður bara fýra mánaðir. Hesar fýra mánaðirnar fáa skipabólkarnir fiskidagar útlutaðar við grundarlagi í teimum fiskidøgum, sum eru brúktir hetta fýra mánaðar skeiðið síðstu fimm árini. Síðani ætlar landsstýrismaðurin at koma við einum nýggjum uppskoti í heyst, sum ásetir fiskidagarnar fyri álmannakkaárið 2018, áðrenn ein kvotuskipan eftir ætlan kemur í gildi 1.januar í 2019. Vit meta tað vera sera óheppið at ætlanir eru frammi um at áseta fiskidagar bert fyri eitt fýra mánaðir tíðarskeið. Vit mugu kenna okkara vinnuviðurskifti komandi árið. Tað ber ikki til at leggja til rættis í blindum, skrivar Felagið Línuskip til Vinnunevndina. Felagið vísir á, at nú tey ferð eftir ferð síggja lóggávu, sum byggir á við afturvirkandi kraft líknandi støður , sum felagið málber seg, so er ógjørligt at optimera raksturin, tá allir skulu gita, hvat tað merkir, um vit brúka allar dagarnar ella ikki. Sambært uppskotinum hjá Høgna Hoydal fáa línuskipini í bólki 3 tilsamans 730 fiskidagar at brúka teir fýra mánaðirnar, frá 1.september til 31.desember. Tað er ov lítið, heldur Felagið Línuskip. Og sum tað triðja vilja línuskipini hava royndarloyvi á Føroya Banka. Meginfelag Útróðrarmanna góðkennir stutt sagt ikki grundarlagið, sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum brúkar til at luta út fiskidagarnar. Felagið vísir á, at ásetanin av fiskidøgum fyri verandi fiskiár, tað er 2016 2017, varð gjørd á skeivum grundarlagi og í stríð við lógina um vinnuligan fiskiskap. Talan var um eina forskjóting av allari atgongdini til alt føroyskt botnfiskatilfeingi, við støði í nýggjum og í lógini ókendum og ógreinaðum hugtøkum, skrivar Meginfelag Útróðrarmanna til Vinnunevndina. Og nú tað fer at bera til hjá einari bilferju at leggja at í Svínoy, hevur KIaksvíkar býrað ætlanir um at skjóta upp fyri landsstýrismanninum í samferðslumálum at umbyggja Rituna, so hon kann taka fýra bilar. Tað fer at lætta munandi um, bæði hjá ferðafólki og hjá teimum fastbúgvandi, at fáa vørur, stór akfør, byggitilfar og annað út í oynna, sigur hann Donsk skip hava fiskað 355.000 tons av nebbasild í ár, og tað er størsta nøgdin í meira enn 10 ár. Men samlaða kvotan er 458.000 tons í ár. Okkum tørvar orku, bæði á sjógvi og landi, og tørvur er eisini á skipum og verksmiðjum, sigur Svend Erik Andersen, formaður í Danmarks Fiskeriforening. Hann vísir á, at síðstu árini hava sveiggini verið stór, tá kvoturnar av nebbasild og øðrum ídnaðarfiski hava verið ásetar. Tað hevur máað grundarlagið undan verksmiðjunum á landi, og nú eru bara tríggjar stórar verksmiðjur eftir, sum taka ímóti ídnaðarfiski, ið verður gjørdur til mjøl og lýsi. Hóast rokfiskiskap í summar, hava donsku skipini ikki fingið fulla úrtøku burturúr, tí nógv tíð er farin við at bíða eftir at sleppa framat at landa. Felagið hjá donsku fiskivinnuni vónar tí, at ídnaðarkvoturnar næstu árini fara at vera meira støðugar, soleiðis at grundarlag verður fyri at byggja út móttøkuorkuna á landi. Fyrsta opna uppboðssølan verður á Fiskamarknaðinum týsdagin 22. august. Tá verða seld umleið 5.000 tons av makreli og góð 1100 tons av botnfiski í Barentshavinum. Onnur opna uppboðssølan verður á Fiskamarknaðinum 29. august. Tá verða boðin út 9.000 tons av svartkjafti og 9.000 tons av norðhavssild. Tá verða seld umleið 5.000 tons av makreli, góð 1100 av botnfiski í russiska partinum av Barentshavinum og góð 600 tons av botnfiski í norska partinum. Og triðja afturlatna uppboðssølan hjá Vørn verður 14. september. Tá verða aftur seld 9.000 tons av svartkjafti og 9.000 tons av norðhavssild. Feløg og persónar, ið ætla at bjóða upp á rættindi á uppboðssøluni, skulu lata Vørn hóskandi skjalprógv í seinasta lagi tríggjar vikur fyri uppboðssøluna, ella boð skulu latast inn. Nú er ikki neyðugt at hava veiðiloyvi fyri at bjóða á uppboðssølu, men tað skal skjalprógvast, at talan er um eigara av fiskifari undir føroyskum flaggi, sum fiskar. Føroyskt partafelag ella smápartafelag skal skjalprógva avtalu um, at ávíst fiskifar undir føroyskum flaggi fiskar keyptu kvotuna, stendur í kunngerðini. Fyri eitt samráð í umhvørvis og matvørunevndini í fólkatinginum, sum skuldi vera hósdagin, varð boðað frá, at Esben Lunde Larsen ikki longur umsitur fiskivinnumál í stjórnini. Hann heldur kortini fram at umsita umhvørvis og matvørumál. Í samráðnum í umhvørvis og matvørunevndini skuldi Esben Lunde Larsen standa til svars fyri skuldsetingar um at hava misbrúkt embætisverkið í einum máli um kvotur. Fyrr í summar skjalprógvaði Berlingske, at Esben Lunde Larsen og embætisfólk hansara høvdu lagt eina ætlan fyri, hvussu ráðharrin kundi fáa tamarhald á einari nýggjari fiskivinnulóg, sum aðrir flokkar enn teir, ið styðja stjórnina, samtyktu í fólkatinginum í desember, skrivar Altinget. Málið kom undan kavi fleiri mánaðir eftir, at Esben Lunde Larsen hevði viðgingið, at hann hevði hildið fleiri uppskotum aftur fyri fólkatinginum, sum skuldu loysa kvotumálið. Eingin avgerð er tikin enn, um Bakkafrost fer at krevja endurgjald fyri mista inntøku, tí Heilsufrøðiliga starvsstovan tann 23.juni noktaði at geva Bakkafrosti heilsuváttan fyri laks, sum skuldi til Russlands. Heilsufrøðiliga starvsstovan afturkallaði fríggjakvøldið tann 23.juni allar heilsuváttanir, sum vórðu latnar Bakkafrosti frá 19.juni at flyta laks til Russlands. Útflutningurin til Russlands varð steðgaður fyribils. 26.juni boðar advokaturin hjá Bakkafrosti, Christian Andreasen, Uttanríkis og Vinnumálaráðnum frá, at avgerðin hjá Heilsufrøðiliga starvsstovuni er ólóglig. Hann boðar frá, at Bakkafrost ætlar at krevja endurgjald frá ráðnum og Heilsufrøðiliga starvsstovuni fyri fíggjarliga tapið, sum Bakkafrost hevur av avgerðin hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni um at steðga útflutninginum til Russlands. Vinnukærunevndin helt seg ikki hava málsføri sum kærumyndugleiki. Tí endaði kæran hjá Bakkafrosti í Vinnumálaráðnum, sum gav Heilsufrøðiligu starvsstovuni viðhald. Bakkafrost bað eisini um, at kæran fekk steðgandi virknað, tað er, at avgerðin hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni fór ikki at virka so leingi, kæran ikki var avgreidd. Advokaturin hjá Bakkafrosti vil ikki siga, hvussu stórt eitt møguligt endurgjald verður, ella hvussu nógv, Bakkafrost sigur seg hava mist. Dagurin er í skrivi frá Skipara og navigatørfelagnum til Vinnunevndina hjá løgtinginum, sum viðger uppskotið hjá Fiskimálaráðnum um fiskidagar frá 1.september til 31.desember 2017. Felagið skjýtur upp at leggja afturat uppskotinum hjá Fiskimálaráðnum, at fiskidagarnir í 2018 skulu framroknast til 1.juli 2018 í sama lutfalli, sum teir eru frá 1.september til 31.desember í ár. Um meira enn 10.000 tons av toski eru fiskað, tá fiskiárið er liðugt, verða fiskidagar lagdir afturat samsvarandi tí, sum er fiskað meira enn 10.000 tons. Ein kanning, sum Deloitte hevur gjørt, vísir, at 36 prosent av ES borgarunum, sum búgva og arbeiða í Bretlandi, umhugsa at flyta innan fimm ár. Tað avgjørdi ein meiriluti av bretum á fólkaatkvøðu í fjør. Samráðingarnar um skilnaðin, um Brexit, skulu vera lidnar fyri apríl í 2019. Eg eri sera nøgd við at vit hava fingið ein so royndan og væl skikkaðan umsøkjara. Eg og hini í landsstýrinum gleða okkum til samstarvið, sigur landsstýriskvinnan. Meðan tey í Grønlandi fáa nýggjan landslækna, gongur tað meira striltið hjá okkum í Føroyum. Henrik L. Hansen hevur verið virkandi landslækni í Føroyum seinastu trý árini síðan undanmaður hansara, Høgni Debes Joensen gavst í starvinum. Landslæknin er danskt málsøki, men Karsten Hansen, sum var landsstýrismaður í heilsumálum í 2014 ætlaði at yvirtaaka økið. Hetta varð tó av ongum, áðrenn val var í 2015. Og í løtuni eru ongar ætlanir um at yvirtaka málsøkið. Søkt varð eftir landslækna til Føroyar í mars í ár, men tá var ongin umsøkjari. Nú verður søkt aftur. Hesaferð er umsóknarfreistin 28. august. Fleiri av teimum, sum tóku sær av bjarging og upprudding eftir Gulfstream flogvanlukkuna í Vágum í 1996, hava sálarlig mein av upplivingunum. Í innslagnum eru samrøður við Brian Bækgaard og Jesper Tømmerrup, ið báðir sigldu við Vædderen, og vóru við í uppruddingini eftir flogvanlukkuna í august 1996. Skaðanevndin, sum kannaði, hví Gulfstream flogfarið hjá donsku verjuni datt niður í Selvík undir innflúgvingini, staðfesti, at turbulensur og nógv vindur vóru orsøkirnar til, at flogskiparin misti tamarhaldið á flogfarinum. Níggju fólk lótu lív í vanlukkuni, teirra millum Hans Jørgen Garde, verjuovasti, og kona hansara, Anna, og føroyingurin Djóni Askham, ið var annar stýrimaður. Parið Craig og Davon Hase úr USA vitja í hesum døgum í Føroyum, fyri at læra um hughygni ella mindfulness á enskum. Saman við Anniku Helgadóttir Davidsen, sálarfrøðingi, vitjaðu tey morgunsendingina. Tey greiddi frá hughygni og royndu tað eisini. Danmark, Føroyar og Grønland eiga at gera nógv meira enn nú fyri at forða fyri, at pengar verða hvíttaðir ella vaskaðir, sum tað eitur, og brúktir millum annað til yvirgang. Niðurstøðan er, at grundarlagið at virka á er í lagi, men alt ov lítið verður gjørt fyri at ansa eftir, at pengar ikki verða misbrúktir. Hetta eru pengar, sum stava frá skattasviki, rúsevnasølu, menniskjahandli, bilstuldri, ránum, vápnasmugling og øðrum ólógligum gerðum. Astrið Foldarskarð hevur í fleiri ár verið millum bestu føroysku svimjarar, og nú kemur disiplinin frá svimjingini henni til góðar. Á leiðini til Miss Danmark eru kvinnurnar við í fleiri smærri kappingum. Í løtuni er Astrið Foldarskarð ein av seks, sum kappast um at blíva Miss HER og NU. Tú kanst atkvøða á hesum leinki Maria Gunnleivsdóttir Hansen, umhvørvisviðgeri á Umhvørvisstovuni, sigur, at í framtíðini verður helst forboð sett fyri at nýta HFC. Ísland hevur verið ein partur av danska ríkinum, og tí vitjar stjórnarskipanarnevndin Ísland til tess at fáa eina fatan av íslendsku sjálvstýristilgongdini, og hvørjar royndir íslendingar hava, sigur stjórnarskipanarnevndin í einum tíðindaskrivi, sambært KNR. Tað var áhugavert at hitta Guðna Th. Jóhannesson, forseta. Tað er gleðiligt at hoyra, at forsetin fylgir væl við málinum, og vit hava nógv felags áhugamál, sigur Vivian Motzfeldt. Sambært tíðindaskrivinum, segði islendski forsetin, tá hann hitti stjórnarskipanarnevndina, at hon eigur at leggja dent at hækka útbúgvingar og granskingarstigið í sjálvstýristilgongdini í Grønlandi, eins og gjørt varð í Íslandi. Vivian Mottzfeldt sigur, at forsetin hevur nevnt møguleikan fyri, at íslendskir serfrøðingar hjálpa stjórnarskipanarnevndini at gera eitt uppskot um stjórnarskipan, og tað heldur hon vera sera jaligt. Hagstovan staðfestir, at arbeiðsloysið nú er tað lægsta síðani 2008. Í juni var árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið 2,2 prosent. Løtumyndin í dag vísir somu gongd. Sambært heimasíðuni hjá Arbeiðsloysisskipanini eru í dag skrásett 430 fólk, sum fáa arbeiðsloysisstuðul. Í støðum er tað vorðið ein góð eykainntøka hjá fólki at fara í grind og síðani selja, og einki forðar fólki í at keypa og selja burtur av eini grind. Samskiftismøguleikarnir gera tað lætt og ókeypis at skipa fyri uppboðssølu av grind, og eftirspurningurin er eftir øllum at døma eisini stórur. Kanningardeildin fer saman við einum løgfrøðingi hjá politinum at meta, um grundarlag er fyri at kanna skattamálið sum eitt revsimál. Avger politiið at kanna málið, verður úrslitið í teirri kanningini sent Taks, sum er serkunnleikin á økinum, at meta, um kanningin hjá politinum kann bera eina ákæru móti Betri banka. Bárður Larsen, løgfrøðingur, sum kannaði skattamálið fyri Fíggjarmálaráðið, mælti til, at málið verður latið fútanum til nærri støðutakan. Og ja, kanska hann hugsaði nakað tað sama, tá ið hann í fjør varð handtikin á flogvøllinum Vágunum, fyri at hava rúsevni uppi á sær. Kris Kristofferson, sum er millum heimsins kendastu kountry sangarar, var í Føroyum í fjør í samband við eina konsert í Norðurlandahúsinum 1. september. Kris Kristofferson, sum er føddur í Texas, hevur leingi verið opin um sín tokka til kannabis. Tónleikamiðilin Rolling Stone spurdi hann í fjør, um marijuna ikki mann hava ringa ávirkan á minnið hjá honum. Hann svaraði bersøgin Um tað ger, so er tað bara spell. Eg leggi ikki av. Eg eri vísur í, at tað seinkar meg og hevur við sær, at eg ikki eri kvikasti persónurin í rúminum, men eg fari allarhelst at roykja til eg fari undir grønutorvu. Kris Kristofferson var upprunaliga hildin at hava alheimerz ella demens. Rolling Stone visti eisini í fjør at siga, at talan í roynd og veru var um sjúkuna lyme borreliosis, sum skyldast biti frá skógarmottum. Í síðstu viku kom fram, at trygdin á føðideildini ikki hevur verið nøktandi seinastu tíðina. Sjúkrahúsleiðslan hevur tí sett eina virkandi deildarljósmóðir frá 1. august, men deildarljósmóðirin er ikki á føðideildini á landssjúkrahúsinum. Hon er ikki Føroyum yvirhøvur, men virkar higartil sum fjar deildarljósmóðir úr Danmark fyrstu tíðina, hóast trupulleikin júst hevur verið, at ongin leiðsla hevur verið á staðnum. Varastjórin á Landssjúkrahúsinum, Naina Túgvustein, segði við Kringvarpið í síðstu viku, at deildarljósmóðirin er sett fyri at vera til staðar á deildini, skapa stabilitet og tryggja at mannagongdirnar verða fylgdar. Hetta fyri, at avloysarar á føðideildini ikki standa sum kánus, tá tey skulu hjálpa børnunum í verðina. Í dag sigur Johnny í Grótinum, sjúkrahússtjóri, at starvsfólk á starvsfólkadeildini og skurðdepllinum hava hetta um hendi til nýsetta deildarljósmóðurin kemur til Føroya at virka. Nær tað verður, ber tó ikki til at siga við vissu, men, leggur hann afturat, at hesa vikuna kemur eingin nýggjur avloysari til Landssjúkrahúsið. Tí er tað púra óproblematiskt, at deildarljósmóðirin ikki er stødd í Føroyum. Og tí skal eingin annar loysa tí uppgávuna hesa vikuna. Seinnapartin í dag fekk Kringvarpið innlit í frágreiðingina, sum sjúkrahúsleiðslan hevur sent til Landslæknan um støðuna á føðideildini. Har stendur millum annað hetta. Landslæknin hevur í fyrispurninginum kravt, at serfrøðin innan øll øki á føðideildini svara fyri seg, men higartil eru tað bert sjónarmiðini hjá leiðsluni, sum eru send til landslæknan. Summarfestivalurin hevur verið hart raktur av illveðri seinastu árini, men í ár er ein glotti at hóma. Tað metir Hanus Kjølbro, sum er veðurkønur og sjálvur úr Klaksvík. Hósdagin fer helst at regna, men leygarkvøldið, tá Toto er á skránni, sær higartil út til at blíva fínt veður. Tað er tó nakað tíðliga at siga nakað við vissu um veðrið. Fyriskiparin, Erik Biskopstø, fylgir sjálvandi væl við forsagnunum hjá Hanusi Kjølbro, men fegnast um, at gestirnir á festivalinum tykjast duga at lata seg í eftir veðrinum og hugna sær óansæð. Vinnunevndin fer til Japan 2. september og skal vera burtur í eina viku. Orsøkin til, at valið er fallið á Japan, er tí japanski uttanríkisráðharrin, Taro Kano, hevur vitjað í Føroyum áðrenn hann gjørdist ráðharri. Tingnevndir í Løgtinginum eru vanliga á uttanlandsferðum í mai mánaði ella um mánaðarskiftið august september. Nevndirnar plaga at skiftast at fara uttanlands, og hesaferð er tað vinnunevndin, ið stendur fyri tørni. Tað fellur ikki í góða jørð hjá formanninum Bárði á Steig Nielsen. Nógv stór mál eru fyri framman, ikki minst hjá vinnunevndini, sum hevur fiskivinnunýskipanina um hendi í Løgtinginum. Hann kritiserar somuleiðis løgmann, landsstýrið og samgonguna fyri at raðfesta íblástur í Japan hægri enn heimligu stórmálini. Aksel V. Johannesen, løgmaður, sigur í stuttari viðmerking til Kringvarpið, at samgonguleiðarin og landsstýrið einki hava við løgtingsarbeiðið at gera. Vinnunevndin avger einsamøll, hvat hon tekst við. Kupilin fór av grundini í ódnarveðrinum á jólum í fjør. Inni í kuplinum stóð radarin, sum veitir flogferðsluni myndir av føroyskum loftrúmi, og hann fór eisini í ódnarveðrinum, men í góðveðrinum í dag var farið undir at byggja kupilin upp aftur. Til tað krevst eitt stað millum 10.000 og 16.000 boltar. Arbeiðið skal eftir ætlan vera liðugt 1. september. Landsverk samskipar arbeiðið fyri danska Naviair, sum eisini betalir fyri arbeiðið, sum er mett at kosta umleið 8 milliónir krónir. Formaðurin í vinnunevndini metir, at tað er ein fyrimunur fyri arbeiðið við fiskivinnunýskipanini í vinnunevndini, at nevndin fer at ferðast eina viku í september. Vinnunevndin fer á íblástrar og kunningarferð til Japan í eina viku um mánaðarskiftið. Bárður á Steig Nielsen finst at, at nevndin ikki raðfestir heimligu stórmálini, men hesum vísir formaðurin í nevndini, Bjarni Hammer, aftur. Hóast fiskivinnunýskipanin ikki beinleiðis er á skrá á ferðini, so metir Bjarni Hammer, at tosið millum nevndarlimirnar í stóran mun fer at snúgva seg um nýskipanina, og tað kann gerast gott fyri samstarvið í nevndini. Hildur Hermansen, eindarleiðari hjá Almannaverkinum, fegnast um ætlanina hjá landsstýrinum at fara undir at byggja eitt spildur nýtt barnaheim. Hon sigur, at í Føroyum ber til at byggja eitt serføroyskt barnaheim, sum tryggjar røttu viðgerðina til børnini, sum fara at búgva á barnaheiminum. Sum er, eru børnini spjadd á fleiri bústøðum, og tað ger tað trupult at gagnnýta vitanina og royndirnar hjá starvsfólkunum til fulnar. Somuleiðis er tað ein tryggleiki hjá børnunum, at tey kunnu verða búgvandi á sama stað, uttan mun til um starvsfólkahópurin broytist. Nógv av summarinum er lega, sum heimamissiónin skipar fyri, í leguhúsinum í Nesvík. Í hesum døgum eru ung úr 8. flokki til 10. flokk á legu, har tey læra um Gud og koma nærri Jesusi. Jensa Olsen er ein av høvuðsleiðarunum á leguni, og hon er við okkum á rundferð í leguhúsinum í Nesvík, har vit millum annað vitja bønarrúmið. Á myndinum niðanfyri sært tú bønarrúmið. Mánadagin skal heimskendi kontrysangarin og sangskrivarin Kris Kristofferson møta í Føroya rætti, tí hann er ákærdur fyri at hava smuglað rúsevni til Føroya. Umboðskvinnan hjá Kri Kristofferson, Tamara Saviano, sigur í stuttari viðmerking við Útvarpið, at talan var um medisinskt marijuana, sum Kris Kristofferson varð tikin fyri Kris Kristofferson hevði nakrar dósir við ballaðum medisinskum marijuana á sær, sum lækni hansara hevði útskrivað, og sum er lógligt í Kalifornia. Hetta varð tikið frá honum á flogvøllinum í Føroyum, og hann fekk eina bót á 160 amerikanskar dollarar. Kris Kristofferson var í Føroyum í fjør ísambandi við eina konsert í Norðurlandahúsinum 1. september, og hann vitjaði aftur í summar, tá hann spældi á ársins G festivali. Maður Sunnivu datt oman trappurnar, og fekk seinheilaskaða. Børnini og hon hava merkt árinini av, at tað eru ov fá tilboð til tey við seinheilaskaða. Sonur Hjalta Skaalum fekk seinheilaskaða sum 17 ára gamal. Hjalti hevur, eins og Sunniva, merk árinini av fáu tilboðunum í Føroyum. Tove Johansen var rakt av seinheilaskaða sum 51 ára gomul, men eftir drúgva endurvenjing er hon byrjað aftur at arbeiða. Seinheilaskaðar eru heilaskaðar sum ikki eru viðføddir, men sum eru komnir av vanlukku ella sjúku. Hesir heilaskaðarnir hava oftast við sær ógvusligar broytingar í lívinum bæði hjá raktum og hjá avvarandi. Fyri nógvum árum síðani varð heilafelagið stovnað, fyri at varpa ljós á seinheilaskaðar og nú fyllur felagið 20 ár. Maud Wang Hansen.er forkvinna í felagnum. Ferðslan frá Skipanesi móti Runavík er darvað eftir at tveir stórir treylarar rendu saman í Søldarfirði nakað sunnan fyri rundkoyringina við Skipanes. Politiið sigur, at annar treylarin bóltaði oman av vegnum. Annar av bilførarunum hevur fingið skaða, men talan er ikki um álvarsligan skaða. Ferðslan frá rundkoyringini og suður eftir eystara arminum á Skálafjørðinum er darvað av óhappinum. Politiið sigur, at fyribils má ferðslan koyra eftir niðara vegnum. Tað vil siga eftir vegnum gjøgnum Søldarfjørð. Enn er ikki liðugt at rudda eftir ferðsluóhappið í Søldarfirði seinnapartin í gjár, tá ein treylari fór oman av vegnum. Bingjan, sum var tóm, og vognurin eru tikin upp aftur. Tey, sum gjørdu frágreiðingina, hava lagt til merkis, at Noreg hevur lítlan áhuga fyri at sleppa at fiska hjá ES, eftir at Bretland er farið úr ES. Í frágreiðingini hjá fiskivinnunevndini í ES verður mælt til, at atgongdin hjá norskum fiskavørum á ES marknaðin er tengd at rættindunum hjá ES flotanum í norskum sjógvi. Bretland noyðist at gera nýggjar sáttmálar við nógv lond, millum annað við Føroyar, um fiskirættindi, tá sáttmálarnir hjá ES ikki longur vera galdandi fyri Bretland. Hann fegnast um, at ein ferjuskrái verður gjørdur, so bilferja kann leggja at, men neyðugt er eisini at bøta um trygdina við at fáa meira ljós á bryggjuna, sigur hann. Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, segði herfyri við útvarpið, at kommunan fer at skjóta upp fyri landsstýrinum, ar Ritan verður umbygd fyri hálvu aðru millión krónur, nú ferjuskrái verður gjørdur í Svínoy. Meðan býráðið í Klaksvíkar kommuna ætlar gera eitt innandura spæliland, hevur býráðið í Havn slept ætlanini um spæliland í høvuðsstaðnum. Undanfarna býráð í Tórshavnar kommunu hevði ætlanir um spæliland í aðrariítróttarhøllíni í gamla kommunuskúlanum, sum nú verður umbygdur til lestrarbústaðir. Kostnaðurin fevnir um flogferð, sum kostar 11.360 krónur fyri hvønn, hotell í sjey nætur og dagpening fyri 487 krónur um dagin í níggju dagar. Formaðurin í Sambandsflokkinum Bárður á Steig Nielsen, sum situr í andstøðu, hartaði fyrr í vikuni løgmann, landsstýrið og samgongu fyri at raðfesta ferðina til Japan fram um átrokandi mál her heima. Ætlanin er eisini at bjóða skúlum at vitja framsýningina og geva teimum eitt innlit í okkara tónleikamentan, ta tøkniligu menningina av ljóðførum og teir tónleikastílar, sum hava ment seg gjøgnum tíðirnar. Gittarsolirnar í samrøðuni eru allar í topp 10 listanum, sum tónleikatíðarritið Rolling Stone hevur gjørt við bestu gittarsoloum í søguni. Grønlendsku KBU plássini eru ikki við í lutakastinum í Danmark, og tískil kann grønlendska sjúkrahúsið sjálvt velja, hvør fær plássið. Anne Marie Ulrik, fyrrverandi læknastjóri í Grønlandi, sigur, at flestu grønlendsku læknalesandi fara heimaftur til Grønlands eftir loknan lestur. Henrik Old sigur, at høvuðsendamálið við ferjuskráanum í Svínoy er, at oljubilar kunnu fara í oynna, tá tørvur er á tí. Og Sam kann nýtast til tað, heldur hann. Konsertin í kvøld er endabresturin á einari langari og strævnari konsertferð. Nú eru vit komnir til Føroya at hugna okkum, og geva tykkum føroyingum nakað aftur fyri gestablídnið, sum tit hava sýnt okkum, sigur Lukas Forchammer. Politiið í Føroyum ávarar fyritøkur móti royndum at snýta tær við teldupostum, sum verða nevndir Business e mail Compromise, stytt BEC. Tey, sum snýta, siga seg til dømis vera stjórin í fyritøkuni. Tey skriva til onkran í bókhaldinum um at flyta pengar alt fyri eitt. Um óhappið er hent, og peningurin er fluttur, er umráðandi at seta seg í samband við peningastovnin skjótast gjørligt og fáa steðgað flytingini. Føroya einasta matstova við eini Michelin stjørnu er KOKS í Kirkjubø. Matstovan, sum fólk kring allan knøttin ferðast til at vitja. Allar summarmánaðirnar hevur hvørt borð verið bókað av fólki, sum vilja royna reina, ræsta og ráa matin, sum KOKS millum annað borðreiðir við. Í Summarmorgni vitjaðu Marin H. Eidesgaard og Rólant Waag Dam matstovuna, sum ummælarar rósa fyri mat, vín og tænastu í heimsflokki. Pál Weihe, formaður í Læknafelagnum, heldur ikki, at trupulleikin við læknatrotinum verður loystur við at geva føroyskum læknalesandi framíhjárætt til KBU plássini, fyrr turnus, sum eru í Føroyum. Fiskaaling hevur tikið stig til at menna eina app, sum nú er tøk á snildfon, har til ber at fylgja sjóvarfallinum kring oyggjarnar. Rákið verður dagført 15. hvønn minutt. Við nýggju appini, sum eitur Rák, ber til at síggja streymin kring Føroyar neyvari enn fyrr, sigur Fiskaaling í tíðindaskrivi. Umframt til sigling, útróður og fiskiskap sum heild, er appin eisini hent hjá teimum, ið hava stuttleikabátar. Hon kann eisini nýtast til undirvísing av ymiskum slagi, ið hevur við sjógvin at gera. Menningin av nýggju appini er ein felags verkætlan millum Fiskaaling, sum hevur staðið fyri verkætlanarleiðslu og ráðgeving, Fróðskaparsetur Føroya, ið hevur veitt grunddáta, fyritøkuna Magnussen Technology, ið er tøkniligur ráðgevi, sniðgevi og forritari, og Statoil hevur veitt fíggjarligan stuðul til verkætlanina. Appin, sum er ment til at virka á bæði Iphone og Android, kann heintast á heimasíðuni, har eisini ein vegleiðing er tøk. Tónleikurin fyllir nógv hjá fryntliga svianum, og nú hevur hann fingið sín fyrsta sang á Spotify. Í tónleikinum nevnir hann seg Max of Sweden . Leygarkvøldið fer heimskendi bólkurin Toto á pall á Summar Festivalinum. Teir eru longu komnir til Føroya, sum teir halda vera síðsta órørdi blettur í heiminum. Anna Poulsen hitti guitaristin til eitt prát á Hotel Føroyum seinnapartin og var biðin um at staðfesta, at hóast 60 ára gamal, so er hárið á høvdinum hansara egna. Ein trailari koyrdi seinnapartin í gjár út av vegnum í Søldarfirði og inn í urtagarðin hjá Hilmari Johannesen. Trygdin á vegastrekkinum er als ikki nøktandi, sigur hann. Í áravís hava søldfirðingar gjørt vart við, at trygdin ikki er í lagi á vegnum, sum koyrir beint gjøgnum bygt øki í Søldarfirði. Fleiri álvarslig ferðsluóhapp hava eisini verið á vegastrekkinum. Tíbetur fekk ongin mein av ferðsluóhappinum í gjár, men tað var um reppið, at tað kundi gingið heilt galið. Ein trailari kom sendandi beint gjøgnum urtagarðin hjá Hilmari Johannesen, men hevði trailarin koyrt út av fáar metrar áðrenn, so var hann endaður inni í køkinum hjá honum. Nú vónar Hilmar Johannesen, at myndugleikranir vakna og fáa gjørt okkurt við trygdina á vegnum. Hann vil hava ferðina niður og bilverju setta upp. Ætlanin at gera ein veg omanfyri Søldarfjørð er slept, men Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, lovar søldfirðingum, at tað skal bøtast um trygdina á Søldarfjarvegnum. Bilar standa meira enn so eftir í Klaksvík, tá silgt verður til Kalsoynna. Tað merkir, at Sam siglir fleiri eykatúrar, men onki víðari bussamband er til eykatúrarnar í Kalsoynni. So ferðafólkini, sum eru til gongu, mugu sjálvi finna útav at flyta seg millum bygdirnar í oynni. Borgarstjórin í Klaksvík, Jógvan Skorheim, heldur, at kommunan og landið saman eiga at loysa trupulleikan sum kemst av økta ferðafólkatalinum til Kalsoynna. Síðani Kópakonan varð reist í Mikladali 2014, er ferðafólkatalið til Kalsoynna vaksið frá 39.000 ferðafólkum til 58.000 ferðafólk. Síðani 2009 hava umleið 6000 bilar ferðast um Kalsoyarfjørð um árið við Sam, men síðani Kópakonan varð reist í Mikladali 2014, er ferðafólkatalið vaksið frá 39.000 ferðafólkum til 58.000 ferðafólk. Tað merkir, at Sam siglir fleiri eykatúrar, og tá er onki bussamband víðari til bygdirnar í Kalsoynni. Tað ger tað trupult at sleppa norður til Mikladals. Læknafrøðin geva fosturtøku, um mett verður Um lív og heilsa hjá kvinnuni er í vanda Um kvinnan er vorðin við barn við neyðtøku ella líknandi brotsgerð. Um fostrið er í vanda fyri at fáa álvarslig likamlig ella sálarliga brek. Um mett verður, at kvinnan ikki fer at megna at taka sær av barninum grundað á ógvusligar sálarligar ella likamligar avbjóðingar Hesum er forkvinnan í Sosialistiskum Ungum, Karin Reginsdóttir Joensen, samd í. Hon metir, at vit í praksis hava fría fosturtøku og lóggávan eigur at fylgja hesum. Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, skuldi í seinasta lagi í hesari vikuna fáa ein lista við nøvnum á løgfrøðingum, sum kunnu kanna Høgna Hoydal, landsstýrismann, og Aksel V. Johannesen, løgmann. Kanningarstjórin skal hava løgfrøðiligt embætisprógv og skal ikki arbeiða í fyrisitingini hjá landsstýrinum, á stovni undir landsstýrinum, hjá dómsvaldinum, ella fyrr hava viðgjørt málið, sum skal kannast. 15 fólk í andstøðuni hava biðið um kanningarstjóra at svara seks spurningum um embætisførsluna hjá Høgna Hoydal viðvíkjandi veiðiloyvunum hjá partafelagnum Nærabergi. Sjeyndi spurningurin er, um løgmaður hevur røkt sína skyldu at hava eftirlit við landsstýrismanninum í fiskivinnumálum á fullgóðan hátt. Løgtingið noyðist at biðja løgtingið um pengar til kanningarstjóran. Eykajáttan má latast, tí játtanin hjá løgtingimum í fíggjarlógini umfatar ikki kanningarstjóra. Ein føroyingur hevur mist 30 millíónir krónur íslendskar, 1,8 milliónir føroyskar, tí seðilin, sum vann í happadráttinum hjá DAS var ikki endurnýggjaður. Í fyrstu atløgu vildi stýrið vera við, at eggjagølan fevndi ikki um Danmark. Men nú boðar matvørustýrið frá, at eini 20 tons av dálkaðum eggum eru seld í Danmark. Eggini eru fyrst og fremst seld kantinum, kaffistovum og matveitingum. Eggini eru neyvan ella bara í heilt lítlan mun seld í handlum. Kanningar vísa, at milliónir av eggum úr Belgia og Hollandi hava spor av eiturevninum fipronil í sær. Talan er tó ikki um so stórar nøgdir, at tað er heilsuskaðiligt, men eggini skulu kortini beinast burtur. Samgongan hevur ov nógv stórmál at viðgera í løtuni til at raðfesta dagføring av fosturtøkulógini, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum. Gávan ger, at nú kann fyrsta byggistig gerast liðugt, sigur Archibald Black, formaður í áhugafelagnum Nólsoyar Páll, sum arbeiðir við at endurreisa húsini. Tað sigur Bill Justinussen, løgtingsmaður, sum spyr Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, um hon ætlar at gera nýggjar og greiðari reglur. Eitt nú hevur BT avdúkað, at rektarin á einum skúla í Keypmannahavn hevur lagt jødahatskar myndir út á Facebook. Og ein flokslærari á sama skúla hevur skrivað jødahatskar tekstir á sama miðil. Tað kann vera í stríð við bæði grundlógina og Evropeiska Mannarættindasáttmálan. Hetta er mismunur, grundaður á trúgv ella uppruna, sigur undirvísingarmálaráðið fyri BT. Men Mette Frederiksen ætlar kortini at leggja uppskotið fram og leggur upp til samstarv við stjórnina og aðrar flokkar, sum vilja vera við. Danski Fólkaflokkurin og tey Konservativu rósa uppskotinum, skrivar DR. Avlopið hjá bankanum er vaksið sera nógv síðan fíggjarkreppuna, vísa tøl hjá Fíggjareftirlitinum. Í 2012 var avlopið átta milliardir. Í fjør var tað 39 milliardir krónur fyri skatt. Bæði stórir og smáir bankar klára seg væl, sigur Niels Arne Dam, sjeføkonomur í FinansDanmark, sum er áhugafelagsskapur hjá bankum og realkredittstovnum í Danmark. Orsøkin til góðu gongdina er, at bankarnir duga betur at skava pengar saman frá øllum sínum viðskiftaffólkum. Bankarnir hava havt eitt áhaldandi og beint fokus á at optimera raksturin. Men ein annar partur er avgjøld. Seinastu fimm árini eru avgjalds og provisjónssatsirnir øktir úr 25,6 milliardum krónum upp í 31 milliardir krónur Nógvir føroyskir menn arbeiða ikki her á landi. Faktiskt er tað helvtin av føroysku monnunum millum 25 og 40 ár, sum sigla ella arbeiða í útlandinum. Og tað kann ávirka javnstøðuna millum kynini í Føroyum, sigur Lív Patursson, sum er samfelagsfrøðingur við sergrein í kyn. Tað kann vera ein trupulleiki, um vit ikki virða arbeiðið, sum kvinnan ger, meðan maðurin er á sjónum. Vit vitja eina sjómanskvinnu í útvarpsrøðini fyri at fáa innlit í gerandisdagin hjá hesum kvinnunum. Í fjør vórðu goldnar umleið 700 milliónir krónur í lønum hvønn mánað, men síðani september eru tær hækkaðar, og eru nú umleið 750 milliónir um mánaðin. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, svarar, at tað ber ikki til at gera tað øðrvísi, tí lógin um vinnuligan fiskiskap, sum fiskidagar verða ásettir eftir, fer úr gildi á nýggjárinum. Jørgen Niclasen, næstformaður í Vinnunevndini, segði við Útvarpið í gjár, at andstøðan í Vinnunevndina hevur boðið samgonguni at gera felags álit og skjóta upp, at fýra mánaðir verða broyttir til 12 mánaðir. Øll trý samgonguumboðini í Vinnunevndini, Bjarni Hammer, formaður, Bjørt Samuelsen og Magni Arge, vilja ikki siga enn, hvat tey fara at mæla til í álitinum hjá nevndini. Og triðja viðgerð verður fríggjadagin 18.august, dagin sum løgtingið sambært lógini um vinnuligan fiskiskap skal hava avgreitt uppskotið um fiskidagar. Maðurin, sum koyrdi treylaran, sum fór oman av vegnum í Søldarfirði seinnapartin mikudagin, segði við politiið í gjárkvøldið, at hann fekk ilt fyri bringuna beint fyri óhappið. Bilførarin, sum er føddur í 1951, fekk ikki stórvegis skaða í óhappinum, sigur politiið, sum avhoyrdi mannin á Landssjúkrahúsinum. Óhappið hendi seint seinnapartin mikudagin, tá treylarin, sum maðurin koyrdi, fór yvir í vinstru akbreyt, har ein annar stórur lastbilur í somu løtu kom koyrandi. Magni Arge, fólkatingsmaður, spyr Ellen Trane Nørby, heilsumálaráðharra, um tað er skilagott at broyta skipanina í Føroyum, so tað gerst lættari hjá læknalesandi og nýútbúnum læknum at sleppa framat KBU í Føroyum. Tá fólk eru full og detta av, hava tú og eg eins stóra ábyrgd at taka okkum av teimum sum politiið, um tey ikki eru í vanda ella til ampa fyri onnur. Tað sigur Rani Wardum, løgreglumaður, eftir at fólk eru farin at undrast á, hví løgreglan aftrar seg við at taka sær av avdotnum fólki. Magni Arge, fólkatingsmaður, spyr Ellen Trane Nørby, heilsumálaráðharra, um tað er skilagott at broyta skipanina í Føroyum, so tað gerst lættari hjá læknalesandi og nýútbúnum læknum at sleppa framat KBU í Føroyum. Skandinaviska flogfelagið, SAS, ætlar sær ikki longur at flúgva hvønn dag millum Keypmannahavn og Vágar. Felagið fer at gevast við flúgvingini týsdag og mikudag. Á bókingarskipanini á heimasíðuni hjá SAS sæst, at frá 3. oktober verður ongin flúgving til Føroyar týsdag og mikudag. Og á samskiftisdeildini hjá SAS vátta tey fyri Dimmalætting, at felagið hevur tikið avgerð um at tað verður ikki flogið hesar dagar fram til 24. mars. Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, sigur við Dimmalætting, at hendan avgerðin saktans kann hava við sær, at hann sum ovasti politiski myndugleiki í Føroyum, fer at mæla loftferðslustýrinum í Danmark frá at leingja flúgviloyvið hjá SAS. Við kringvarpið á middegi sigur Poul Michelsen, at hann ikki hevur fingið váttað frá SAS, at tey ætla at taka tveir dagar burturúr. Men føroyskir myndugleikar vildu upprunaliga tryggja sær, at SAS fleyg regluliga. Busssáttmálin skal endurskoðast, og ætlanin er at byggja eitt strandfaraskip afturat, sum skal brúkast sum avloysaraskip í øllum landinum. Viðurskiftini viðvíkjandi kavbátinum eru rættiliga løgin. Tað, sum miðlarnir í Danmark vita, so sigldi kavbáturin frá Refshaleøen í Keypmannahavn um sjey tíðina hóskvøldið. Umborð vóru 46 ára gamli Peter Madsen, sum hevur bygt og eigur kavbátin, og 30 ára gamla kvinnan, sum er tíðindakvinna og sum skuldi skriva eina grein um kavbátin. Men tá kvinnan ikki er komin aftur klokkan hálvgum trý um náttina, gerst unnusti hennara ørkymlaður og boðar myndugleikunum frá. Og so fer ein stór leiting í gongd, har bæði herur og løgregla eru uppií. Herurin fær radiosamband við Peter Madsen, skipara á kavbátinum, sum sigur at hann hevur tekniskar trupulleikar og skal royna at sigla kavbátin í havn. Hálvan tíma seinni fer Peter Madsen umborð á ein privatan skjóttgangandi bát og løtu seinni søkkur Nautilus á sjey metra dýpi. Sjálvur noktar hann seg sekan. Hann sigur, at hann setti kvinnuna av við endan á Refshaleøen um hálvgum ellivu tíðina hóskvøldið. Men ongin hevur sæð svensku kvinnuna, síðan hon um sjey tíðina fór umborð á kavbátin. Skip eru hjá kavbátinum, har tey fara at royna at taka hann uppaftur ella stabilisera hann so mikið nógv, at kavarar kunnu sleppa inn í hann. Kavbáturin Nautilus er ein av heimsins størstu heimabygdu kavbátum. Peter Madsen hevur sjálvur sniðgivið og bygt hann saman við øðrum. Peter Madsen hevur eisini gjørt rakettir. Torkil V. Rasmussen, løgfrøðingur og undirvísari á Setrinum í grundleggjandi fyrisitingarlóg, væntar ikki, at uppskotið hjá Mette Fredriksen verður góðtikið. Í teldubrævi til Dimmalætting váttar SAS, at tey frá 3. oktober til tann 24. mars hava fimm vikuligar fráferðir millum Keypmannahavn og Føroyar og við hesum ikki fara at flúgva týsdag og mikudag. Felagið sigur, at á sama hátt sum við øllum øðrum rutum í netinum hjá SAS, verða gjørdar leypandi tillagingar av títtleikanum í fráferðunum, soleiðis at hann samsvarar við eftirspurningin og talinum á bíleggingum. Hesar tillagingarnar eru ofta árstíðargrundaðar, og hetta er eisini grundgevingin fyri at SAS fer at hava færri fráferðir til Føroya í vetur, tí færri viðskiftafólk flúgva til Føroya vetrarhálvuna. Men tillagingarnar kunnu eisini ganga báðar vegir, til dømis til jóla og paskir, har ein størri eftirspurningur kann hava við sær, at SAS setir flogfør inn aftur á rutuna týsdag og ella mikudag, sigur Randi Aggerholm Baasch, leiðari á samskiftisdeildini hjá SAS við Dimmalætting. Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, sigur við Dimmalætting, at hendan avgerðin saktans kann hava við sær, at hann sum ovasti politiski myndugleiki í Føroyum, fer at mæla loftferðslustýrinum í Danmark frá at leingja flúgviloyvið hjá SAS. Hann leggur aftrat, at avgerðin um at mæla til ella frá at geva SAS nýtt loyvi at flúgva ikki er so líkatil at taka. Tí SAS hevur eisini havt nógv gagn við sær. Orsøkin til minkandi fólkatalið er, at fleiri ungfólk, sum fara av landinum at fáa sær útbúgving, ikki koma aftur eftir loknan lestur. Kanningar vísa, at serliga óvissan um bústaðarviðurskifti, dagstovnar og góðskuna í fólkaskúlanum, er avgerandi fyri, um tey nýútbúnu søkja sær arbeiði í Grønlandi, sigur Birger Poppel, samfelagsgranskari á lærda háskúlanum í Grønlandi, við Sermitsiaq. Hann sigur, at bústaðir, dagstovnar og fólkaskúli sostatt eru amboð, sum politikararnir kunnu brúka til at lokka nýútbúnar grønlendingar heim aftur. Ynskið um, at Grønland eina ferð verður sjálvstøðugt, reisir millum annað spurningin, um vit hava neyðuga menniskjansliga tilfeingið, ikki minst fólk í arbeiðsførum aldri og hvørjar førleikar tey hava, sigur Birger Poppel. Hann sigur, at ein týdningarmikil spurningur í kjakinum um fortreytirnar fyri sjálvstýri má vera, hvussu nógvum fólkum eitt sjálvstøðugt Grønland skal vera heim fyri. Samfelagsgranskarin vísir á, at bæði Føroyar og Ísland hava havt sveiggj í fólkatalinum, og hann sigur, at hesi londini hava nakrar royndir, sum Grønland kann brúka. Michael K. Jacobæus er settur í starvið sum deildarleiðari hjá Skógrøkt landsins. Michael K. Jacobæus er útbúgvin lendisarkitektur á Landbúnaðarháskúlanum í Keypmannahavn. Hann var ein teirra, sum á sinni stovnaði partafelagið Hjálpirót. Michael K. Jacobæus hevur seinasta árið røkt starvið sum leiðari á Skógrøktini sum avloysari. Fyri ta tíð var hann í 20 ár hjá Tórshavnar kommunu, fyrst sum býargartnari og seinastu tíggju árini sum lendisarkitektur á plandeildini. Tróndur Leivsson, sum nú er stjóri á Búnaðarstovuni, var deildarleiðari hjá Skógrøkt landsins. Feløgini, sum umboða fiskivinnusamtøkini, veiði og fiskimenn og arbeiðsfólk á flakavirkjunum, siga í einari felags tíðargrein í Sermitsiaq, at ætlanin hjá landsstýrinum er einki minni enn ein bumba undir vinnuni. Almennu kassarnir fáa eina milliard krónur um árið úr fiskivinnuni. Kortini ætlar fiskimálaráðið at broyta fiskivinnulógina, og tað kann vera ein bumba undir vinnuni, sum gongur væl. Kvoturnar skulu takast frá rækjumonnunum, tí nýggir aktørar skulu upp í vinnuna, skriva stjórarnir í teimum trimum feløgunum í tíðargreinini. Eftir okkara sannføring eigur ein nýggj kvotuskipan at tryggja, at samfelagið fær sum mest burturúr. Ráðgevarnir í Sjálvstýrinum hava sjálvir sagt, at nýggja kvotuskipanin fer at hava neiliga ávirkan á almennu kassarnar, og at inntøkan fer at minka einar 100 milliónir krónur. Verður tað veruleikin, fær tað álvarsamar avleiðingar fyri limir okkara og alt samfelagið, skriva stjórarnir í feløgunum, sum umboða fiskivinnusamtøkini, veiði og fiskimenn og arbeiðsfólk á flakavirkjunum í Grønlandi, í felags tíðargreinini í Sermitsiaq. Leygarkvøldið spældu Toto á Vágsbøi í Klaksvík. Teir megnaðu ikki heilt at fáa tann breiða skaran við, men fjepparar og tónleikarar kundu vera væl nøgdir. Soleiðis sigur Jákup Bogi Joensen, sum er stórur fjeppari hjá Toto. Vit kunnu hyggja at skránni í ár og næstan byggja skránna til næsta ár . Tað sigur Niels Uni Dam, sum heldur at Summar Festivalurin hevur ov nógv afturvendandi nøvn. Hóast hetta heldur hann Summar Festivalin vera tað best skipaða tónleikatiltakið í Føroyum. Hyggja vit at, hvussu tey ungu velja útbúgving í dag, so sær út til at arbeiðsmarknaðurin verður kynsbýttur nakað inn í framtíðina. Á sjúkrarøktarfrøði og námsfrøði er stórt yvirtal av kvinnum, meðan mest sum bara menn gerast skipsførarar og maskinmeistarar, og hevur sostatt stóra ávirkan á okkara arbeiðsmarknað. Fiskidagarnir verða ásettir fyri 12 mánaðir, og ikki fýra mánaðir, soleiðis sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ætlaði. Tað er greitt, nú Vinnunevndin hjá løgtinginum er liðug at skriva álit. Bæði andstøðan, sum hevur meirilutan í Vinnunevndini, og samgongan, eru samd um, at fýra mánaðir er eitt ov stutt tíðarskeið fyri vinnuna at leggja til rættis. Men meirilutin og minnilutin eru ikki samd um, hvussu fiskidagarnir skulu ásetast fyri teir 12 mánaðirnar í komandi fiskiári, sum byrjar 1.september. Andstøðuumboðini í vinnunevndini kenna seg ikki trygg við, í eini skiftisskipan, at áseta fiskidagarnar í eini nýggjari lóg, sum skal leggjast fyri Løgtingið og samtykkjast seinni í ár. Tí mæla tey til at brúka verandi lóg um vinnuligan fiskiskap. Samgonguumboðini í vinnunevndini vísa á, at tað er at bera blak fyri eyguni á vinnuni at áseta teir 12 mánaðirnar í galdandi lóg. Tí fiski og veiðiloyvini ganga út 31. desember í ár. Tí skulu teir síðstu átta mánaðirnir av komandi fiskiári ásetast í nýggju lógini, sum verður løgd fyri Løgtingið í næstum. Bæði samgonga og andstøða mæla annars til at fiskidagarnir vera teir somu næsta fiskiár sum verandi fiskiár. Eisini verður mælt til, at óbrúktir fiskidagar kunnu flytast yvir um ársskiftið. ÍF liggur niðast í næstbestu deildini. B36, Giza Hoyvík og felagsliðið TB FC Suðuroy Royn stríðast um hitt niðurflytingarplássið. Tætt er millum liðini, og tí kann málmunurin fara at gerast avgerandi í niðurflytingarstríðnum. Kanningarstjórin skal kanna embætisførsluna hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum og eftirlitsskylduna hjá løgmanni í málinum um at flyta veiðiloyvi frá línuskipi til uppsjóvarskip. Barna og Ungdómssálarøkið í Føroyum er als ikki nóg gott. Tað heldur Ingunn Sivertsen. Hon fór sum 16 ára gomul fór til Danmarkar á Dysseg rden, sum er eitt viðgerðar heim fyri børn og ung við sálartrupulleikum. Á Nørrebro eru nógvir løgreglubilar og løgreglufólk at síggja, og onkur kvøld hevur ein tyrla frá løgregluni flogið yvir býarpartinum í fleiri tímar. Tá eg hoyri ein skutara koma koyrandi, hyggi eg nógv eftir, hvør tað er, og hvussu viðkomandi koyrir, tí herfyri var ein skutari við í einum skottilburði, sigur Dánjal Michaelsen, sum býr á Nørrebro. Vit síggja nógv løgreglufólk, og sum heild fyllir hetta rættiliga nógv, men hinvegin, so royna fólk eisini at liva og hava ein gerandisdag, sigur Dánjal Michaelsen. Í farnu viku komu boð frá løgregluni, um at mannfólk millum 17 og 25 ár ikki skulu ganga úti á Nørrebro um kvøldið, meðan bandakríggið gongur fyri seg. Seinastu vikurnar hava fleiri bæði hoyrt, sæð og lisið um stríðið millum Norðurkorea og USA. Eitt stríð, sum tykist blíva alsamt meira álvarsamt, sum vikurnar ganga. Norðurkorea hevur ført fram, at um hálvan august er landið til reiðar at senda rakettir við spreingievni, sum skulu bresta tætt við amerikansku oynna Guam. Og tað er ein hóttan, sum Donald Trump, ikki vil lata fara aftur við borðinum, og hann hevur verið frammi í miðlunum og sagt, at USA fer at svara aftur so ella so. Men hví er hetta stríðið millum Norðurkorea og USA, og kunnu vit rokna við, at tað endar við einum veruligum hernaðarligum samanbresti Í morgunsendingini greiddi Lau Øfjord Blaxekjær frá spentu støðuni landanna millum. Hann undirvísir á Setrinum og hevur í fleiri ár lisið og granskað Asia, og hevur millum annað Norðurkorea sum serøki. Hetta er eitt strategiskt borðspæl, sum minnir rættiliga nógv um kenda spælið Risk. Vit hava tó gjørt onkrar tillagingar, sigur Hanus Samró. Nógv er nýtt og øðrvísi, tí gerandisdagurin broytist upp á nógvar mátar eitt nýtt stað, nýggj fólk rundan um tey, og so er tað ikki bara spæl longur. Men hvussu kanst tú fyrireika barnið at fara í fyrsta flokk, og hvørjar eru tær stóru avbjóðingar, tá eitt barn skal á skúlabonk fyri fyrstu ferð. Advokatarnir, Christiani Andreasen og Annfinn V. Hansen, hava sent løgmanni viðmerkingar um uppskotið hjá løgmanni um stjórnarskipan. Í sínum viðmerkingunum til stjórnarskipanaruppskotið siga Christian Andreasen og Annfinn V. Hansen, at uppskotið er í stríð við grundlógina, stýriskipanarlógina, tingskipanina og vanligan lóggávusið yvirhøvur. Fyri okkum sum løgfrøðingar er ógvuliga torført at fáa eyga á, hvat ein slík stjórnarskipan skal brúkast til. Upprunaliga varð grundlógararbeiðið sett í verk, tí Føroyar høvdu fullveldi á dagsskrá. Tá er sanniliga brúk fyri eini grundlóg ella stjórnarskipan. Nú er fullveldi eftir øllum at døma ikki á dagsskrá, men vit skulu allíkavæl hava eina stjórnarskipan. Stjórnarskipanin verður tí hvørki fuglur ella fiskur , skriva advokatarnir Christian Andreasen og Annfinn V. Hansen, og halda fram Løgmaður sigur, at endamálið við stjórnarskipanini er, at hon skal vera eitt slag av samleikaskjali fyri Føroyar og føroyingar. Hetta er eftir okkara meting uttanumtos. Veruleikin er, at Føroyar undir núverandi umstøðum als ikki hava nakran tørv á eini nýggjari stjórnarskipan. Lat tað verða sligið fast, at Føroyar framvegis eru partur av danska kongaríkinum, og at danska grundlógin framvegis er galdandi fyri Føroyar , minna advokatarnir á í viðmerkingunum til løgmann. Advokatarnir vísa harumframt á, at stýrisskipanarlógin er bara 20 ára gomul, meðan yvirtøkulógin og uttanríkispolitiska heimildarlógin eru bara 10 ára gamlar. Er stjórnarskipanin undir donsku grundlógini, og virðir hon galdandi heimastýrisskipan, soleiðis sum henda er broytt við yvirtøkulógini fyrá 2005 , spyrja advokatarnir. Í onkrum króki verður teskað, at stjórnarskipanin liggur ovast, meðan onkur annar vil vera við, at hon er síðustillað við donsku grundlógina. Vit halda ikki, at tað sømir seg einum stjórnarleiðara at senda eitt so týdningarmikið mál til almenna hoyring, uttan at lógarteksturin gevur minstu ábending um, hvønn status stjórnarskipanin hevur , skriva Christian Andreasen og Annfinn V. Hansen. Advokatarnir leggja ikki fingrarnar ímillum, men skíra bæði inngangin og grein 1 í uppskotinum til Stjórnarskipan Føroya at vera klárt í stríð við grundlógina og heimastýrislógina. Í grein 1 í uppskotinum til stjórnarskipan verður sagt millum annað, at alt vald í landinum er hjá Føroya fólki . Sum nevnt frammanfyri er hetta ikki rætt, so leingi sum Føroyar eru í ríkisfelagsskapi við Danmark , skriva advokatarnir. Uppskotið er óvirðiligt fyri Føroyar, og kann í ringasta føri gera okkum fullkomiliga fyri skommum , skriva advokatarnir, ið enda átta síður drúgvu viðmerkingarnar við hesari heilsan til løgmann Tá bara ein útróðrarbátur landar fast, so er ikki nógv at gera. Tað sigur MIkkjal á Løðhamri, sum fyribils hevur sett trukkin í landingarmiðstøðini í Vági. Støðan hjá teimum 15 línuskipunum er, at nøkur teirra royna ikki við Føroyar í september og november, tí tey flestu eru í Grønlandi. Men onnur línuskip fiska við Føroyar í september og fara síðan til Íslands, Flemish Kap ella Grønlands eftir ársskiftið. Tí hava tey brúk fyri nógvum fiskidøgum nú. Í løtuni lesa okkurt um 80 føroyingar til lækna í Danmark. Sambært felagnum fyri føroyskt læknalesandi, vilja tey flestu til Føroyar í turnus. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, sigur í svari til Katrina Kallsberg, løgtingskvinnu, at Heilsumálaráðið skal hava ein fund í Region Øst í Danmark fyrst í september um møguleikan at stovna eina føroyska KBU skipan. Í fyrsta umfari verður talan um eina royndarskipan. Riggar hon ikki, ber til at venda aftur til verandi skipan. Sum er, eru føroyingar saman við dønum við í lutakastinum um turnusplássini í Føroyum. Sambært felagnum fyri føroyskt læknalesandi, vilja tey flestu av teimum 80 føroysku læknalesandi til Føroyar í turnus. Ein teirra, ið eftirlýsir eina serskipan innan føroyska heilsuverkið fyri føroysk læknalesandi er Jón Rafael Clementsen, ið ynskti at sleppa til Føroya í turnus, men endaði í Silkeborg. Grønlendska heilsverkið hevur egna turnusskipan fyri læknalesandi. Anne Marie Ulrik, fyrrverandi læknastjóri í Grønlandi, segði við Kringvarpið herfyri, at skipanin er beinleiðis orsøk til, at flestu nýutbúnu grønlendsku læknarnir koma heimaftur at arbeiða eftir loknan lestur. Hóast ein serføroysk turnusskipan verður sett á stovn, er umráðandi fyri Heilsumálaráðið, at hendan skipan er sum tann danska, so læknarnir eru tryggjaðir somu møguleikar sum læknar í donsku skipanini eftir lokið turnus í Føroyum. Sambært Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, so heldur Det Regionale Råd for Lægers Videreuddannelse, at møguleiki er fyri samstarvi við tey um skeið og annað, um vit stovna eina føroyska turnusskipan. Forsetin í landinum, Ernest Bai Koroma, sigur, at heilir býarpartar eru lagdir í oyði, og at Sierra Leone hevur átrokandi tørv á hjálp til tey túsundtals fólkini, sum í gjár vórðu rakt av runuskriðuni og flóðini. Roynt verður av øllum alvi at bjarga fleiri fólkum úr rununi, sum rann gjøgnum økið Regent. Reyði Krossur hevur trupult við at fáa útgerðina til økið, sum skal til at grava fólk út úr rununi. Í løtuni tekur tað umleið ein tíma at koyra til Havnar av Strondum, men tá Eysturoyartunnilin er liðugur í 2020 fer tað bert at taka umleið eitt korter at koyra til høvuðsstaðin. Tað sæst eisini aftur í eftirspurninginum eftir húsum og grundstykkjum á Strondum. Seinastu tvey árini er fólkatalið vaksið úr 936 fólkum til 1022, og bara síðani juni mánaða í ár eru 22 fólk komin afturat í kommununi. Tað er gott, at foreldur fyrireika børnini til at byrja í skúla.Tað heldur Nina Brockie, lærari, sum í dag gjørdi klárt at taka ímóti fyrstafloksnæmingum saman við sínum starvsfelagum. Foreldrini kunnu til dømis venja ymiskt við børnunum, sum kann verða avbjóðandi, tá mann er sjey ár. Sum til dømis at koyra bøkurnar í skúlataskuna og hyggja í taskuna, tá tey eru komin heim. Uppskotið til stjórnarskipan Føroya kann lesast á heimasíðuni hjá Løgmansskrivstovuni, lms.fo , og til ber hjá øllum føroyingum at gera viðmerkingar til uppskotið. Limirnir í Unga sjálvstýrinum og í Ungmannafelagnum samband hava ymiskar meiningar um fría fosturtøku, meðan øll hini ungmannafeløgini antin eru fyri ella í móti. Sosialistisk Ung, Unga Tjóveldið og Framsøkin Ung eru fyri fríari fosturtøku, meðan Ung fyri Miðflokkin og HUXA fólkafloksungdómur eru í móti. Helena Kannuberg var við barn og fór til eina kanning, sum verður bjóðað barnakonum í Danmark, tá hon var komin góðar 20 vikur. Her funnu tey útav, at fostrið bar brek, og tískil varð hon biðin um at koma aftur til viðtalu hjá yvirlækna tveir dagar seinni. Í Danmark er frí fosturtøka, men Helena fílist á, at tey bjóðaðu henni eina fosturtøku, áðrenn tey upplýstu hana um viðgerðartilboð. Katrin Kallsberg, gynækologur, sigur, at lógarbroytingin snýr seg ikki neyðturviliga um, um tað skal vera frí fosturtøka ella ikki, men um at broyta ymiskt, tí fosturtøkulógin er ikki tíðarhóskandi. Katrin hevur eisini arbeitt í Noregi, har fosturtøka er frí, men hon sigur, at tað er ongantíð ein løtt avgerð fyri kvinnuna. Kvinnurnar merkjast eisini av almenna kjakinum sum er um fosturtøku, tí hugsjónirnar eru nógvar og ymiskar. Tað eru ymiskar kvinnur, sum fáa fosturtøku. Bæði yngri og eldri, og nógvar brúka fyribyrging, men gerast við barn alíkavæl. Katrin heldur, at vit í Føroyum hava fægst fosturtøkur í Norðurlondum orsakað av hugburðinum í samfelagnum, og at børn ofta eru vælkomin í Føroyum. Hann var nýskapandi og løtan var júst tann rætta, heldur Kári Jacobsen, sum hugleiðir um Elvis, nú 40 ár eru liðin, síðan hann doyði. Hvør er Ragnhild Jú, Ragnhild er ein skjaldbøka, sum vit fara at hoyra um í sendingini. Og tey sum greiða frá ganga í yngru deilidini í Nólsoyar skúla. Eisini siga tey frá, hvussu teirra gerandisdagur er í skúlanum. Eg eri ein glaður kovboy , syngja tey í Sankta Jósefs barnagarði, og tey vóru eisini øll í góðum lag, tá ið Barnaútvarpið var á vitjan. Lurta, tá ið tey greiða frá og syngja. Tað er ov stutt skotbrá at seta eina umfatandi fiskivinnunýskipan í gildi, longu á nýggjárinum, tað segði Bjørn Kalsø, løgtingsmaður og framsøgumaður í fiskivinnumálum fyri Sambandsflokkin í tinginum í dag. Sambandsflokkurin var leingi í realitetssamráðingum við samgonguna um eina fiskivinnunýskipan, men tað bar ikki á mál, og flokkurin legði í vár fram sítt egna uppskot um eina fiskivinnunýskipan. Nýskipanaruppskotið hjá Sambandsflokkinum datt burtur, tá løgtingsformaðurin sendi tingið til hús í juli mánaða. Tað sama gjørdu nýskipanaruppskotini hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum og uppskotið hjá Fólkaflokkinum. Í løgtinginum fyrrapartin gav framsøgumaðurin hjá Sambandsflokkinum greitt til kennar, at tíðin til at fremja eina nýskiapan er ov stutt, áðrenn veiðiloyvini fara úr gildi. Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, gjørdi tó greitt, at tað kemur ikki uppá tal at leingja veiðiloyvini, sum fara úr gildi á nýggjárinum. Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, sigur at Sambandsflokkurin ætlar framvegis at fara í Løgtingið við sínum uppskoti um fiskivinnunýskipan. Men vit vita ikki, hvat útspælið hjá landsstýrinum verður, og vit vilja heldur halda fram við verandi skipan enn at kollvelta fiskivinnuna, sigur Bárður á Steig Nielsen, sum er formaður í Sambandsflokkinum. Vit eru í Sørvági og hoyra barnakórið syngja. Systkini Elsa og Tummas fara at greiða frá. Eisini hoyra vit, at eldra barnakórið fer til Noregs at syngja. Tað hevði verið lættari hjá vinnuni at lagt fiskiskapin til rættis, um allir fiskidagarnir vóru lutaðir út beinanvegin, tí tað fer at bera til at flyta óbrúktar fiskidagar tvørtur um ársskiftið. Men samgongan skal vísa, at ein fiskivinnunýskipan er á veg, og tí verða allir fiskidagar ikki lutaðir út beinanvegin. Tað ásannar Bjarni Hammer, formaður í Vinnunevndini hjá løgtinginum, nú tingið er farið undir 2.viðgerð av uppskotinum um fiskidagar fyri næsta fiskiár. Bjarni Hammer staðfestir, at fiskifør kunnu brúka óbrúktar dagar í ár í næsta ár, sjálvt um bara ein triðingur av døgunum verða útlutaðir í ár. Undir orðaskiftinum vísti Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum á, at verða allir fiskidagarnir ásettir nú, og tað fer at bera til at flyta dagar tvørtur um ár, so kann vinnunevndin skriva eitt samt álit. Tey eru Bjørg Róin, Christian Ihlen, Finnur Lutzen, Hendrik Dahl, Svanna Hanusardóttir, Zacharias Sørensen og Henrietta Svenstrup. Men hetta er bert ein brøkpartur av teimum, ið hava skrivað undir. Meir enn helvtin av lærarunum úr Hoydølum hava skrivað undir, umframt lærarar á Handilsskúlanum. Tey torað ikki at leggja navn til, tí tey stúra fyri, hvørjar avleiðingar tað kann fáa sigur Henrietta Svenstrup, sum er lærari í Hoydølum og ein teirra, ið hevur skrivað undir. Bogi Bech Jensen, rektari, hevur svarað kæruni. Útvarpið hevur biðið um innlit í svarið hjá rektarinum, men hevur ikki fingið tað enn. Í heilsíðulýsing í Sosialinum og á sosialu miðlunum mælir Sambandsflokkurin fólki frá at taka undir við stjórnarskipanaruppskotinum hjá løgmanni. Tað hóvar ikki Sambandsflokkinum, at stjórnarskipanin skal standa undir liðini á donsku Grundlógini, sum løgmaður alment hevur ført fram. Kemur sonevnda stjórnarskipanin til fólkaatkvøðu næsta ár, er talan um eitt álvarsligt val, ið fær ávirkan á teg og tínar eftirkomarar í alla framtíð, skrivar Sambandsflokkurin í áheitanini til allar føroyingar. Farnu sjey vikurnar hava vit spurt, hvønn týdning tað hevur havt fyri okkum føroyingar, at vit eru umgird av havinum vit hava spurt, hvussu vandin á sjónum hevur ávirkað okkara lyndi. Og um sjógvurin er viðvirkandi til, at vit eru tað mest trúgvandi fólkið í norðanlondum. Vit hava eisini spurt, hvussu sjógvurin ávirkar føroyska búskapin. Og hvussu tað, sum vit eta, er myndað av okkara geografisku staðseting mitt í Norðuratlantshavinum. Vit hava eisini viðgjørt, spurningin um, hvussu sjógvurin ávirkar javnstøðuna millum kynini og hvussu vit hava brúkt sjógvin at uppala ungar, óargarligar menn og hvørja ávirkan tað hevur havt á kriminalitetin í Føroyum. Og aftaná sjey vikur við nógvum spurningum, nógvari viðgerð og líka so nógvum svarum, so kunnu vit koma til ta ikki óvæntaðu niðurstøðuna, at tað, at vit eru umgird av sjónum, er avgerandi fyri, hvussu okkara samfelag sær út og hvussu vit føroyingar eru sum menniskju. Tí sjógvurin hevur givið og tikið. Sjógvurin hevur umvent okkum, uppalt okkum og ikki minst so hevur hann sett seg í okkara mentan Okkara gerandismál er fult í maritimum referansum og sjógvurin upptraðkar javnan í okkara bókmentum, listaverkum og í okkara tónleiki. Í hesum sjeynda og seinasta parti av útvarpsrøðini Sjógvurin og vit lýta vit aftur á tær upplýsingarnar, sum vit hava savnað saman seinastu vikurnar. Samfelagsfrøði er nýggj lærugrein í fólkaskúlanum í ár, og vit hava hitt bæði lærarar og landstýriskvinnuna í mentamálum. Vit hava eisini verið á vitjan hjá frískúlanum í Kelduni í Skálabotni, og fingu eina reportasju haðani. Lost and Found er heitið á fyrstu tónleikaútgávuni hjá kvartettini, Svabonio, sum er mannað við Angeliku Nielsen, Ólavi Jacobsen, Daniel Rye og Fiona Parker. Vit práta við limir úr Svabonio um útgávuna og bólkin, og spæla trý løg av nýggju fløguni. Tveir sera áhugaverdir fótbóltsdystir eru í kvøld hjá monnunum hittast steypafinalistarnir báðir, B36 og NSÍ, men tað er tó landskappingin, sum prátið fer at snúgva seg um. Og í kvinnudeildini er sannur toppdystur, tá Kí og EB streymur Skála hittast. Liðini liggja jøvn í stigum og hava tveir innanhýsis dystir eftir. Vit føroyingar eru millum minst kriminellu fólkasløgini í heiminum. Tað eru tað nógvar orsøkir til, og ein av teimum er, at vit hava dugað væl at brúkt sjógvin. Tað heldur Karin Kjølbro, fyrrverandi leiðari á kriminalforsorgini. Í fimta parti av útvarpsrøðini Sjógvurin og vit kanna vit, hvussu sjógvurin hevur verið brúktur sum eitt stað, har vit uppala ungar, óargaligar dreingir. Tað er ikki óvanligt, at ein omma ringjur til mín og spyr um tjans til ommusonin, sum hevur gjørt okkurt býtt ella bara ikki klárar at fylgja skúlanum , sigur Petur Eliasen, sum er skipari. Vit vitja eisini Malberg Fredriksberg, sum er 20 ára gamal og býr á Strondum. Hann hevur allan sín ungdóm kent seg rastleysan á skúlabeinki, og hann sá ongan annan útveg enn at fara til skips. Vit spyrja Malberg, hvat tað er við sjólívinum, sum fær menn aftur á rætt kjøl. Í sendingini hesa ferð eru Karin Kjølbro, fyrrverandi kriminalforsorgarleiðari Petur Eliasen, skipari Malberg Fredriksberg, sjómaður. Í miðal okkurt um ein kvinna um árið, sum er skrásett at búgva í Føroyum, hevur fingið fosturtøku í Danmark seinastu 20 árini, frá 1996 til 2016. Allar lógligar fosturtøkur í Danmark, sama um tær eru gjørdar á sjúkrahúsum ella á klinikkum, skulu fráboðast Sundhedsdatastyrelsen. Ellen Trane Nørby, heilsumálaráðharri, hevur svarað Magna Arge, fólkatingsmanni, sum spurdi, hvussu nógvar kvinnur, sum búgva í Føroyum, hava fingið fosturtøku í Danmark seinastu 20 árini, og hvussu nógvar hvørt árið. Ellen Trane Nørby sigur, at talið kann vera størri, tí bústaðurin hjá øllum kvinnum, Sundhedsdatastyrelsen fær fráboðan um, er ikki nevndur í fráboðanini. Fyri at sýna umhugsni, ger Sundhedsdatastyrelsen ikki ein lista, sum sigur, hvussu nógvar lógligar fosturtøkur eru hvørt einstakt ár. Tí fær heilsumálaráðharrin ikki svarað Magna Arge, hvussu nógvar føroyskar kvinnur hava fingið fosturtøku hvørt árið, men bara í tey 20 árini, spurt varð um. Síðani Hagstovan fyrst í apríl kunngjørdi, at nú var fólkatalið í Føroyum farið upp um 50.000 fyri fyrstu ferð, eru hálvt triðja hundrað komin afturat. Í fleiri ár hava fornfrøðingar gravað heima á Sandi eftir fornleivdum. Leivdum, sum kunnu siga nakað um, hvussu føroyingar búðu í gamlari tíð. Hetta hevur stóran týdning fyri Føroya søgu og tann mátan, vgit halda, at fyrsta búsetingin er farin fram, sigur Helgi Michelsen, fornfrøðingur á Tjóðsavni Føroya. Í morgunsendingini greiddi hann frá arbeiðinum at finna fornleivdir og hvønn týdning tað hevur, at tey nú hava funnið eitt hús frá víkingatíðini. Ákærurnar koma, eftir at danska ríkisgrannskoðanin í gjár kom við eini frágreiðing, sum fanst hvassliga at danska Umhvørvismálaráðnum fyri umsitingina av fiskakvotum. Frágreiðingin staðfestir, at kvotabarónar hava havt frítt spæl síðani 2002, tá fólkatingið samtykti eina lóg, sum skuldi forða fyri, at kvotunar savnaðust á fáum hondum. Listarverkini eru næstan hálvan triðja metur høg og næstan ein metur breið og eru stoypt í gipsi og jarni við restum av eitt nú pappi, grasi, leyvi, sniglasporum, blekki og klisturbandi. Tað er góðskan í framleiðsluni og tað listarliga talentið, ið er avgerandi fyri, um vit keypa eitt verk. Samstundis skulu innkeypini endurspegla eina breidd og fjølbroytni í samtíðarlistini, og verkini skullu kunna koma til sín rætt í almenna rúminum. Javnan frætta vit úr fjølmiðlunum, at vit skulu vera varin við at eta ávísan mat, tí at hesar matvørur innihalda eitur, ið verður sprænt á matin. Hetta eiturið verður vanliga nevnt pestisid. Í hesum døgum skriva fleiri danskir miðlar um matvørur við pestisid. Tølini eru frá DTU Fødevareinstituttet og danska matvørustýrinum. Danska felagið fyri nátturufriðing, Danmarks Naturfredningsforening, hevur síðani gjørt ein lista við matvørum, ið eru orsøkin til 75 prosent av teimum eiturevnunum, vit hava í kroppinum. Í morgunsendingini fortaldi Arni Petersen, eftirlitsfólk á matvørudeildini á starvsstovuni um pestisid og um eitur í mati sum heild. Her vísti hann millum annað á, at vit ikki eiga at óttast at fáa ov nógv eitur í kroppin, tí eta vit vanligar mongdir av mati, sum inniheldur pestisid, so er eingin vandi á ferð. Hetta eru spurningar, sum Javnaðflokkurin á Fólkatingi hevur sett føroyingum, og úrslitið av kanningini vísir, at nakað fleiri menn enn kvinnur vilja hava fría fosturtøku og færri menn enn kvinnur vilja banna fosturtøku heilt. Í alt eru 7 prosent fyri at banna fosturtøku uttan atlit til, hvør orsøkin til ynskið um fosturtøku er. 29 prosent vilja hava fría fosturtøku og 8 prosent vita ikki. Størsti parturin av teimum spurdu halda, at fosturtøka skal loyvast í ávísum serligum førum. Tað eru fleiri menn, sum halda, at kvinnan sjálv skal avgera, um hon vil hava fosturtøku. 32,3 prosent av teimum spurdu monnunum siga seg ganga inn fyri fríari fosturtøku. 25,7 prosent av kvinnunum vilja hava fría fosturtøku. 6 prosent av monnunum halda, at fosturtøka skal bannast heilt og 7 prosent av kvinnunum halda, at fosturtøka skal bannast. Tað eru serliga veljarar hjá Framsókn, sum ganga inn fyri fríari fosturtøku. 60,3 prosent av veljarunum hjá Framsókn siga seg ganga inn fyri fríari fosturtøku. Eisini veljarar hjá Tjóðveldi og tey, sum atkvøða blankt ella slett ikki fara á val, eru væl umboðað millum tey, sum siga ja til fría fosturtøku. 52,4 prosent av teimum spurdu, sum velja Tjóðveldi ganga inn fyri fríari fosturtøku og 53,7 prosent av teimum, sum siga seg atkvøða blankt, siga ja til fría fosturtøku. Í Javnaðarflokkinum eru tað 37,5 prosent, sum siga seg ganga inn fyri fríari fosturtøku. 2,7 prosent halda, at fosturtøka skal bannast heilt. Av teimum sum siga seg velja Miðflokkin siga 32,8 prosent, at fosturtøka skal bannast heilt, restin hevur ikki svarað. Tey flestu halda, at fosturtøka skal vera loyvd undir serligum umstøðum, hesin bólkur er lutfalsliga størstur millum veljararnar hjá Sjálvstýrinum 68,5 , Fólkaflokkinum 65,7 og Sambandsflokkinum 61,9 Talvan niðanfyri vísir, hvønn hugburð fólk hava, býtt eftir hvar tey búgva. Eingin á Sandoynni hevur svarað, at fosturtøka skal bannast heilt. Hugburðurin, at fosturtøka skal bannast heilt, er størstur í Vágum, Norðurstreymoy og Eysturoy. Flest eru fyri fríari fosturtøku í Sandoynni og Suðurstreymoy. Eysturoy og Suðuroy eru best umboðaðar millum tey, sum halda, at fosturtøka kann loyvast undir serligum umstøðu. Fæst í aldrinum 40 49 ár halda, at fosturtøka skal bannast heilt, nemliga 2.1 prosent. Hesin hugburður er størstur millum tey 50 59 ára gomlu 9,1 prosent og eisini millum tey 30 39 ára gomlu 8 prosent Tey, sum hava svarað, at fosturtøka eigur at loyvast í serligum førum, hava svarað uppá, hvørjar orsøkir kunnu vera til tess. Talvan niðanfyri vísir millum annað, at 85 prosent halda, at fosturtøka eigur at loyvast um vandi er fyri lívi og heilsu hjá kvinnuni. 75 prosent halda, at fosturtøka eigur at loyvast um kvinnan er við barn orsaka av neyðtøku, 71 prosent halda, at fosturtøka eigur at loyvast, um kvinnan er við barn orsaka av blóðskemd incest , og 54 prosent halda, at fosturtøka eigur at loyvast, um vandi er fyri lív og heilsu hjá barninum Kanningin er gjørd í tíðarskeiðinum 14. juni 25. juni 2017 Innsavningarháttur Bræv, telefon og panel 532 fólk hava svarað og tey eru tilvildarlig vald fólk í Føroyum í aldrinum 15 75 ár Støðan á føðideildini á landssjúkrahúsinum hevur fylt nógv í miðlunum seinastu mánaðirnar. Í tí sambandi hevur sjúkrahúsleiðslan roynt at fingið Kringvarpið at broyta eina yvirskrift, tí yvirskriftin var misvísandi eftir teirra tykki. Tað vildi Kringvarpið ikki. Yvirskriftin er brot á góðan fjølmiðlasið heldur sjúkrahúsleiðslan, sum nú hevur kært Kringvarpið. Ein tílík kæra skal viðgerast á kærda stovinum fyrst, og tískil skal nýggi kringvarpsstjórin, sum tað fyrsta, tá hann byrjar í nýggja starvinum, taka ímóti eini kæru frá sær sjálvum um síni egnu starvsfólk. Stjórnarskipanin er, sambært løgmanni, eitt so týdningarmikið mál, at politiski myndugleikin ikki hevur heimild at taka avgerð um tað einsamallur. Samgonguflokkarnir halda, at vit mugu staðfesta í einum skjali, at føroyingar hava evsta valdið í Føroyum, og at fólkið skal atkvøða um hana. Sambandsvongurin heldur hinvegin, at ein føroysk stjórnarskipan er óneyðug og ger seg inn á verandi ríkisrættarligu støðu. Stjórnarskipanin hevur verið til almenna hoyring síðan ólavsøkurøðu løgmans tann 29. juli. Tað merkir, at øll kunnu siga sína hugsan um hana, og í tí sambandi sendir Kringvarpið fýra sendingar um stjórnarskipanina til hoyringarfreistina tann 25. august. Í komandi sendingum fara vit at hyggja nærri at stjórnarskipanini, sum nú er til hoyringar, men í dag taka vit breiða sjónarhornið og spyrja hvat er ein stjórnarskipan Hví hava fleiri lond, sum vit ofta samanbera okkum við, stjórnarskipanir og grundlógir Og hvat skal ein slík brúkast til Í Mykinesi er fyrsta summarið farið at halla, har tey hava roynt at skipa og tálma ferðafólkastreymin. Skipanin at taka pening frá fólki er so smátt farin at virka, men enn ganga tey flestu, ið koma í oynna, við ongum ferðaleiðara. Hetta verður vónandi skipað betur næsta summar, sigur Esbern í Eyðansstovu, bóndi í Mykinesi. Tað sigur Landsstýrismálanevndin hjá løgtinginum, sum í gjár gjørdi ta niðurstøðu, at Henrik Old, landsstýrismaður, ikki hevur brotið lógina um fast samband um Vestmannasund. Nýggja málráðið fer nú til verka og landsstýriskvinnan í mentamálum sigur, at hon fegin vil at Málráðið raðfestir málmenning hjá børnum. Tað er sannlíkt, at nýggja Málráðið fer at halda fram við arbeiðinum at menna mál hjá børnum, men ítøkilig átøk krevja størri játtan, sigur nýggja forkvinnan í ráðnum, Sólvá Jónsdóttir. Norska kringvarpið segði fyri løtu síðani, at tvey fólk eru deyð, og vápnaðir menn hava trokað seg inn á eina matstovu og tikið gíslar. Sambært spanska dagblaðnum El Pais, rýmdi bilførarin, sum koyrdi ein hvítan vørubil, til gongu av staðnum, og løgreglan leitar nú eftir bilføraranum. Cannabis heilivágur er eisini á skránni, og vit tosa við Gunnvá Tróndardóttir Joensen, sum hevur keypt um internetið, men ístaðinfyri fyri at fáa ein pakka frá Posta, hevur hon fingið eitt bræv frá fútanum við ákæru. Og vit tosa eisini við Elmu Dam, sum hevur búð í Danmark í hálvanannan mánað og tikið cannabis olju við góðum royndum. Finnbogi Joensen í Vestmanna er ein eldsál og undangongumaður, tá tað kemur til umhvørvi og endurnýtslu. Í 20 ár hevur hann lært føroyingar um, hvussu vit eiga at taka okkum av móður jørð. Og Summartíð vitjar eisini flis.fo, sum endurnýtur runnar og trø. Í sambandi við Sjómannadagarnar í Klaksvík letur Jákup Ziskason serliga minningargávu til Klaksvíkar Svimjihøll. Minningargávan er ein modell av sluppini, Ernestinu, sum fórst á Suðurlandinum í Íslandi í 1930. Níggju av 26 monnum doyðu í vanlukkuni, men tað var serliga einum djørvum manni fyri at takka, at fleiri ikki lótu lív. Cannabis heilivágur verður eisini til viðgerðar. Bjarni á Steig, serlækni á medisinska depilinum, fer at greiða frá royndunum á Paliative eindini, har tey í eitt ár hava nýtt cannabis heilivág, í samband við linnandi viðgerð. Og Jógvan D Hansen, lærari í heimspeki hugleiðir um etisku tvístøðuna í júst hesum kjakinum. 46 prosent av føroyingum halda, at verandi lóg um fosturtøku eigur at verða broytt, tá hon verður yvirtikin á ólavsøku næsta ár. 29 prosent halda, at fosturtøka eigur at vera frí. Tað vísir ein nýggj kanning, sum Lóður hevur gjørt fyri Javnaðarflokkin í Fólkatinginum. Ein talsmaður fyri løgregluna í Catalonia, sum er landsparturin, har Barcelona er høvuðsstaður, sigur við sjónvarpsstøðina CNN, at talan er eftir øllum at døma um eina yvirgangsatsókn. La Rambla er handilsgøtan, har mesta ferðslan er í Barcelona, og nógv fólk eru eisini til gongu, serliga ferðafólk. Gøtan er meira enn ein kilometur long. Vit sleppa ikki út. Soleiðis sigur Grímur poulsen frá í tíðindunum í kvøld. Hann er staddu í einum handli í Barcelona, tætt við har yvirgangsatsóknin varð framd á La Rambla seinnapartin. Hann hevur boðað Føroyanevndini hjá Fólkatinginum frá, at hann sum forsætisráðharri hevur heitt á danska løgmálaráðið um at kanna, um uppskotið til stjórnarskipan er í stríð við donsku grundlógina. Í 2011 segði Lars Løkke Rasmussen, sum eisini tá var forsætisráðharri, at uppskotið um stjórnarskipan var í stríð við grundlógina. Danski forsætisráðharrin hevur í fleiri umførum sagt, at ein stjórnarskipan, sum fer út um donsku grundlógina, er tað sama sum at taka loysing. Allir 16 tinglimirnir í samgonguni og Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna, hava bundið seg til at taka undir við fiskivinnunýskipanini. Kringvarpið hevur í allan dag roynt at fingið eina viðmerking frá Akseli V. Johannesen, løgmanni, og Høgna Hoydal, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, men tað hevur ikki eydnast. Ein grind uppá 60 hval legði beinini í Sandagerði í morgun. Drápið er liðugt. Grindin varð funnin á Nólsoyarfirði við 7 tíðina í morgun. Fá fólk hava luttikið í grindini, sigur Jón Johansen, grindaformaður. Hann veit ikki at siga nær seðlarnir koma út. Ein grind uppá 60 hval legði beinini í Sandagerði í morgun. Drápið er liðugt. Grindin varð funnin í Nólsoyarfirði um 7 tíðina í morgun. Fá fólk vóru í grindini, sum gekk í tveimum, men drápið gekk gott, sigur Jón Johansen, grindaformaður. Enn er óvist, nær seðlarnir koma út. Eftir øllum at døma vóru fimm mans uppi í atsóknini í Cambrils í nátt. Løgreglan skeyt fýra gerningsmenn, sum doyðu á staðnum, og tann fimti, sum eisini varð raktur, doyði seinni. Meinar Ortind, Cand.Scient.Med., er fyri fríari fosturtøku, og Elsbet Ellingsgaard Magnussen, ið lesur stjórnmálafrøði og er næstforkvinna í Føroya Pro Vita, er í móti. Tey kjakast um fría fosturtøku, nú ein nýggj kanning, sum Javnaðarflokkurin á Fólkatingi hevur gjørt, kom út í gjár. Kanningin vísti millum annað, at ein út av fimm halda ikki, at verandi fosturtøkulógin verður hildin. Hon vísti eisini, at fleiri menn enn kvinnur vilja hava fría fosturtøka í Føroyum, og longri útbúgvingin er, fleiri vilja hava fría fosturtøku. 29 vilja hava fría fosturtøku, 7 vilja ikki hava fosturtøkur yvirhøvur, og bara 8 vita ikki. Hetta merkja djóralæknarnir væl, tí bæði kettu og hundaeigarar eru ørkymlaðir um, hvussu teir skulu bera seg at, tá kelidjórið hevur fingið skógarmáttu á seg. Annika Patursson Nørspang er djóralækni í Djóralæknastovuni í Havn, og har hava tey havt munandi fleiri hundar og kettur inni seinastu vikuna í sambandi við skógarmáttuna. Tað er nú, at talið av skógarmáttum er í hæddini, og av tí at hunda og kettueigarar ikki vita, hvat tey skulu gera, tá tey síggja skógarmáttu á djóri teirra, koma tey her til okkara, soleiðis at vit kunnu taka skógarmáttuna burtur, sigur Annika Patursson Nørspang. Hon var heima við hús, tá ein vøruvognur í eini terrorálopi koyrdi inn í eina mannamúgvu millum gongugøtuna La Rambla og torgið Plaza Catalunya. Tað er sjokkerandi, tá tað er so tætt uppá, sigur Mai Hermes Høgfeldt Olsen, sum býr bert 500 metrar frá staðnum, har syrgiliga hendingin fór fram. Í gjárkvøldið frættust syndarligu boðini, at eitt terrorálop var farið fram í Barcelona á kendu stóru gongugøtuni La Rambla. Ein vøruvognur koyrdi inn í eina mannamúgvu, og higartil hava myndugleikarnir boðað frá, at 13 fólk eru deyð, og millum 70 og 100 fólk eru særd. Møguleikin at leggja øll tunnilsfeløgini, eisini felagið, sum byggir Eysuroyartunnilin og Samdoyartunnilin, saman í eitt felag, hevur verið nevndur, men fyrsta stigið verður at leggja Vágatunnilin og Norðoyatunnilin saman, sigur Henrik Old, landsstýrismaður. Kæran frá Jørgeni Niclasen, løgtingsmanni, um gjaldið í Vágatunlinum hevur seinkað ætlanini um at leggja tunnilsfeløgini saman, sigur hann Tað hendir, eftir at danska ríkisgrannskoðanin kom við einari frágreiðing, sum fanst hvassliga at danska Umhvørvis og Matvørumálaráðnum, sum umsitur kvoturnar. Frágreiðingin staðfestir, at sonevndir kvotubarónar hava havt frítt spæl síðani 2002, tá fólkatingið samtykti eina lóg, sum annars skuldi forða fyri, at kvotunar endaðu á fáum hondum. Tað hendir, eftir at danska ríkisgrannskoðanin kom við einari frágreiðing, sum fanst hvassliga at danska Umhvørvis og Matvørumálaráðnum, sum umsitur kvoturnar. Frágreiðingin staðfestir, at sonevndir kvotubarónar hava havt frítt spæl síðani 2002, tá fólkatingið samtykti eina lóg, sum annars skuldi forða fyri, at kvotunar endaðu á fáum hondum. Fólkaheilsuráðið heitur nú á fólk um at vera meira on enn online altso vera til staðar og ikki alla tíðina hyggja í til dømis ein ipad ella telefon. Tað heldur Gitte Klein, sum seinastu átta árini hevur arbeitt nógv við hesum evninum og luttikið í almenna kjakinum um talgildar miðlar. Ein avleiðing er, at børn ikki fáa ta neyðugu sosialu læringina, tí hvørki foreldur ella børn eru veruliga til staðar, tá tey hyggja í ein skíggja, sigur Gitte Klein. Til dømis tá foreldur eru til hondbóltsdyst, og barnið byrjar at grenja, so fær tað eina telefon at sita við, soleiðis at friður er. Men tað merkir, at barnið ikki lærir grundleggjandi eginleikar, so sum egintamarhald, altso at stýra sær sjálvum, tá tað keðir seg, ella tá tað ikki gongur eftir vild, sigur Gitte Klein. Í morgunsendingini fortaldi Gitte Klein, hvussu skíggjar ávirka familjulívið, og hvussu til ber at áseta reglur heima við hús, soleiðis at talgildu miðlarnir ikki verða brúktir alla tíðina. Í 2002 vóru uppaftur færri fyri fríari fosturtøku, bara níggju prosent. Tað segði ein kanning, sum Gallup gjørdi fyri blaðið Fregnir. Síðani 2007 hevur smittuverjufrøðingur verið í starvi á landssjúkrahúsinum, og starvið umfatar øll trý sjúkrahúsini umframt primera geiran. Tveir mikrobiologar frá Serumstovninum í Danmark eru fast knýttir at Landssjúkrahúsinum, og teir eru á hvørjum ári eina viku á Landssjúkrahúsinum. Ein mýlafrøðingur er knýttur at rannsóknarstovuni, og harumframt er útgerð fingin til vega, sum munandi skjótari kann staðfesta fjølmótstøðuførar bakteriur. Landssjúkrahúsið samstarvar eisini við Apoteksverkið. Ein farmaseutur starvast hálva tíð á Landssjúkrahúsinum, og hann skal ráðgeva og undirvísa á økjum, sum til dømis nýtslu av antibiotika. Sirið Stenberg sigur í svarinum til Bjørt Samuelsen, at tørvur er á at taka málið um fjølmótstøðuførar bakteriur í størsta álvara. Bróðir hansara, Driss, fór á løgreglustøðina í býnum Ripoll at boða frá, eftir at løgreglan hevði kunngjørt myndir av honum. Hann greiddi frá, at samleikaskjølini vórðu stolin. Millum teirra, sum hava latið lív, eru ein belgiari, ein grikki og tríggir týskarar. 26 av teimum særdu eru franskir ríkisborgarar. Løgreglan hevur tikið tveir mans, sum eru skuldsettir fyri at hava verið uppi í yvirgangsatsóknini í Barcelona. Teir eru báðir av marokkanskum uppruna. Eftir øllum at døma vóru fimm mans uppi í atsóknini í Cambrils í nátt. Løgreglan skeyt fýra gerningsmenn, sum doyðu á staðnum, og tann fimti, sum eisini varð raktur, doyði seinni. 14. juli 2016, Nice Ein lastbilur koyrir inn í eina stóra mannamúgvu, sum var savnað í sambandi við franska tjóðardegnum, í suðurfranska býnum. 85 fólk lótu lív og fleiri enn 300 vórðu særd. Gerningsmaðurin. Ein 31 ára gamal tunesi doyði av skotum frá løgregluni. 19. desember 2016, Berlin Ein lastbilur koyrir inn sølubásar og vitjandi á einum jólamarknaði í Berlin. 12 fólk lótu lív og 50 vórðu særd. Ein tunesi koyrdi bilin, hann varð skotin til deyðis av løgregluni fýra dagar seinni. 22. mars 2017, London Ein persónbilur koyrir inn í fólk, sum gingu á Westminster Bridge í London. Fimm fólk lótu lív og 50 vórðu særd. Løgreglan skeyt 52 ára gamla gerningsmannin, tá hann royndi at bróta inn í parlamentið. IS tók ábyrgdina av atsøknini. 7. apríl 2017, Stockholm Ein lastbilur koyrir inn í eina mannamúgvu á Drottninggatan í miðbýnum í Stockholm. Fýra fólk lótu lív og 15 vórðu særd. Ein 39 ára gamal maður úr Usbekistan bleiv handtikin í sambandi við atsóknina. 3. juni 2017, London Ein hvítur vørubilur koyrir inn í fólk á London Bridge í bretska høvuðsstaðnum London. Tríggir gerningsmenn fóru úr bilunum og lupu á tilvildarlig fólk við knívi. Átta fólk lótu lív og 48 vórðu løstað. 19. juni 2017, London Ein maður koyrir inn í fleiri fólk uttanfyri eina mosku í Norðurlondon. Ein persónur lat lív og 10 vórðu særd. Tað eydnaðist løgregluni at handtaka geringsmannin, sum var ein 48 ára gamal bredskur maður. 17. august, Barcelona Ein hvítur vøruvognur koyrir inn í eina mannamúgvu á La Rambla, handilsgøtuni í Barcelona. 13 lótu lív og umleið 100 eru særd 18.august, Cambrils Ein persónbilur við fimm persónum koyrir inn í eina mannamúgvu. Sjey løgreglufólk og civil vórðu særd. Løgreglan skeyt og drap fimm persónar eftir hendingina. Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, hevur mist sín meiriluta. Kristina Roest, býráðslimur, hevur sleit býráðssamgonguna í gjárkvøldið. Tað hevur verið nógv innanhýsis stríð í samgonguni, sigur Kristina Roest, sum ikki vil nágreina, hvat ósemjan snýr seg um. Samgongan í býráðnum á Tvøroyri taldi fýra av sjey býráðslimum. Við at taka seg úr samgonguni er samgongan harvið endað í minniluta. Men tað merkir ikki, at andsstøðan er komin í meiriluta. Mítt størsta ynski er, at vit megna at fáa eitt breitt býráð onga samgongu og onga andsstøðu men at øll sleppa framat, sigur Kristina Roest. Kristina Roest er næstvald á Kommunulistanum, sum Kristin Michelsen stovnaði áðrenn valið í fjør. Hon fekk 72 atkvøður. Trý fólk vórðu vald á Kommunulistanum, sum fekk skipað meiriluta saman við Anitu Vibergsdóttir, sum varð einsamøll vald á Borgaralistanum. Kristin Michelsen, borgarstjóri, hevur ongar viðmerkingar um nýggju støðuna í býráðnum á Tvøroyri. Vist er tó, at hann verður sitandi. Borgarstjórar eru valdir alt valskeiðið óansæð um teir eru í meiriluta ella minniluta. 15 løgtingsfólk heittu á løgtingsformannin um at kanna lutin hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, tá veiðiloyvi vórðu flutt frá línuskipum til uppsjóvarskip, og um Aksel V. Johannesen, løgmaður, røkti eftirlitsskyldu sína við landsstýrismanninum á fullgóðan hátt í tí sambandi. Millum aðru og triðju viðgerð legði ein samd Vinnunevnd fram eitt broytingaruppskot, sum varð einmælt samtykt. Broytingaruppskotið hevði við sær, at talið av fiskidøgum er tað sama, og at tað fer at bera til at flyta fiskidagar yvirum ár. Hann greiddi frá, at tað var ein sera góður stemningur í løgtinginum, har tingfólk høvdu úr at gera við at takka hvørjum øðrum fyri tað góða samstarvið. Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum segði annars tá hann kom til, at tilmæli frá Havstovuni skulu fylgjast. Tað verða tey ikki við hesu semju, tí Havstovan hevur mælt til at skerja fiskidagatalið munandi. Bogi Bech Jensen, rektari á Glasi hevur sent Mentamálaráðnum svar uppá kæruna frá starvsfólkunum, har hann millum annað vísir aftur, at starvsfólkini ikki vera hoyrd og at tey hava fingið múlaband. Í kæruni stendur eitt nú, at rektarin ikki ber boð um demokratiskan leiðsluform, tí starvsfólkini kenna ikki á sær, at tey hava fingið høvið at kjakast um samanleggingina á Glasi. Harafturat finnast tey harðliga at, hvussu Bogi Bech Jensen samskiftir við starvsfólkinii. Tey siga, at hann ikki vil skipa fyri fundi, har fleiri fólk luttaka samstundis. At enda kæra tey rektaran fyri, at ikki vera nóg tilvitaðan um, at Glasir er ein bóklig útbúgving, har sipa tey til útsøgnina, har rektarin segði við Kringvarpið tann 10. juni í ár, at hann vil stríðast fyri at fáa eina verkliga útbúgving á Glasi. Til omanfyrinevndu punktini sigur Bogi Bech Jensen millum annað, at starvssetaninar hava verið ymiskar, av tí at ein greið avtala var um, at fólk ikki skuldu sigast úr starvi tá skúlarnir vórðu lagdir saman. Tá starvið hjá millum øðrum fyrrverandi rektaranum í Hoydølum skuldi lýsast leyst, var støðan ein onnur, og tí varð tað starvið lýst leyst alment, sigur Bogi Bech Jensen. Til punktið um, at lærarar hava fingið múlaband og ikki hava fingið loyvi til at vera kritisk um samanleggingina, sigur Bogi Bech Jensen, at tað er ein misskiljing, sum hann helt var úti av verðini fyri langari tíð síðani. Hann sendi ein teldupost til starvsfólkini og heitti á tey um at tosa jaliga um samanleggingina. Neiligar viðmerkingar eru betri ósagdar, skrivaði rektarin í teldupostinum. Men hetta skuldi ikki skiljast sum, at fólk ikki mugu vera kritisk um samanlegginginga og kjakast og tað hevur hann boðað frá, sigur Bogi Bech Jensen. Hann vísir aftur, at starvsfólkini ikki eru hoyrd, og vísir á dømir um viðmerkingar til bygnaðin frá lærarunum, sum hann hevur tikið við. Viðvíkjandi kæruni um, at hann ikki er tilvitaður um, at hann er rektari á eini bókligari útbúgving skrivar Bogi Bech Jensen, at hann ikki hevur sagt, at talan er um eina verkliga gymnasiala útbúgving, men orðarætt, at man skal hava eitt tilboð, sum er eitt sindur meira verkligt. Hetta er ikki ikki ein 100 prosent verklig útbúgving. Hon er bóklig, men hon er eittsindur meira verklig. Bogi Bech Jensen vísir eisini aftur, at hann ikki vil halda fund við fleiri starvsfólk í senn. Hann vil fegin hava fundir ein til ein, tí tað er av týdningi hjá einum leiðara, at kenna síni starvsfólk, og hann hevur luttikið á fleiri lærarafundum, har høvið hevur verið at seta spurningar, skrivar Bogi Bech Jensen í hoyringarsvarinum. Haraftrat hava lærarar møguleika fyri at taka eitt álitisfólk við, tá tey skulu á fund við hann, um tey ikki kenna seg trygg, sigur Bogi Bech Jensen. Vit hava ikki fingið nakað serligt at vita frá myndugleikunum, men her er meiri friðarligt enn tað plagar, sigur føroyska Mai Olsen, sum býr beint við handilsgøtuna La Rambla í Barcelona, har yvirgangur var í gjár. Yvirgangurin er brádliga komin so nær, og óttin hevur fingið fastatøkur í okkum, sigur Cristina Molne, sum var hálvan annan kilometur frá skotbardaganum millum yvirgangsmenn og løgreglumenn í nátt, tá fimm yvirgangsmenn lógu eftir á. Brádliga varð vegurin stongur, og eg hoyrdi og sá politibilar uttanfyri, og vit fingu at vita, at vit orsaka av einari neyðstøðu, skuldu vit halda okkum innandura. Og eg helt meg innandura, rættiliga tætt við staðið, har alt gekk fyri seg, og eg kendi meg als ikki trygga, tí eg visti ikki, hvat gekk fyri seg. So eg havi sitið uppi allan nátt og tosað við vinir. Tey siga, at eina av yvirgangsmonnunum hevði spreingievni uppi á sær, og teir høvdu ein bil við spreingievni. Og eg búgvi beint við vegin, og kanska teir steðgaðu á uttan fyri her. So eg kláraði ikki at sova, sigur Cristina Molne. Eg veit ikki, hvat eg skal gera, og eg veit ikki, um eg kann kenna meg trygga. Í gjár fingu vit sera mótsigandi kunning um, hvat gekk fyri seg. Tosað varð um ein skottilburð í einum dansistaðið í einum grannabýi, sum ikki passaði. Vit liva í einum sjúkligum ótta sigur hon. Løgreglan hevur skotið ein, sum er undir illgruna at stungið. Maðurin er handtikin, skrivar finska løgreglan á Twitter. Maðurin er skotin í beinið, skrivar Danmarks Radio. Tað plagar at ganga hart fyri seg, tá ið fiskidagarnir skulu viðgerðast í løgtinginum. Men soleiðis var ikki til triðju viðgerð av fiskidøgunum í ár, tá eitt samt løgting tók undir við einari samdari vinnunevnd um at varðveita fiskidagatalið frá í fjør, og at kunna flyta fiskidagar fyri 2018 til 2017. Her kemur eitt brot úr orðaskiftinum, kryddrað við einum barnasangi, sum avspeglar góða huglagið í tingsalinum í dag. Føroya Listasavn keypti fyri nøkrum árum síðani eitt líknandi pappírsklipp frá 1979, sum skjótt gjørdist ímyndin av myndlistarliga virkseminum, sum William Heinesen tókst við í sínum eldri døgum. Sjómannadagarnir í Klaksvík eru í hæddini. Vit eru í Klaksvík og práta um vatnkríggj, fiskikapping, og hvat annars er á skránni leygardagin, umframt at vit støkka inn á gólvi í nýggju húsum Nólsoyar Páls. Í næstu viku eru 30 ár síðani, at filmurin Dirty Dancing kom út við Patrick Swayze og Jennifer Grey í høvuðsleiklutunum. Filmurin bleiv eitt blockbuster hitt, og fá munnu tey vera, sum ikki kenna hendan filmin, sum nam við fleiri eldfim evni. Í seinna tímanum spola vit tíðina aftur til 1987 saman við tveimum fjepparum og góðum tónleiki úr filminum. Í august í ár eru eisini 40 ár síðan Elvis doyði, og í tí sambandi hevur Norðurlandahúsið saman við Listastovuni í Miðvági bjóða svenska bólkinum Fr ken Elvis til Føroya at heiðra Konginum. Vit prátaðu við limir úr bólkinum og við umboð fyri Listastovuna, um virksemið har Stjórnarskipanin er vorðin ein politisk suppa. Tað heldur Jóan Pauli Joensen, sum í 1999 var formaður í nevndini, sum gjørdi uppskot til føroyska grundlóg ella stjórnarskipan, sum arbeiðið seinni kallaðist. Uppskotið til stjórnarskipan varð sent til almenna hoyring á ólavsøku og síðani er alt vavt upp í ein ellubita, men nú er nokk tosað, heldur grundlógarformaðurin, málið skal enda og fólkaatkvøðan skal haldast. So má úrslitið verða, sum tað verður. 23. juni bleiv Bogi Bech Jensen kærdur til Mentamálaráðið. Meira enn helvtin av lærunum í Hoydølum og øðrum skúlum, skrivadu undir kæruna. Orsøkin var, at fólk vóru ónøgd við leiðslustílin hjá rektarinum. Á Glasi er tað rektarin sum hevur yvirskipaðu ábyrgdina av øllum, sum gongur fyri seg á stovninum. Sum rektari er tað tí umráðandi fyri meg, at eg kann standa inni fyri øllum, sum gongur fyri seg á Glasi. Grundleggjandi skal viðmerkjast, at tá starvsfólk og áhugabólkar verða hoyrd, so spyr man tey ikki um, hvat man skal gera, men heldur spyr man tey um, hvat tey halda, at man skal gera. Harafturat finnast lærararnir harðliga at, hvussu Bogi Bech Jensen samskiftir við starvsfólkini. Sambært teimum er hann ráðaríkur og lurtar ikki eftir kritikki. Tey pástanda, at hann ikki vil skipa fyri fundum, har fleiri fólk luttaka samstundis. Til tað svarar Bogi Bech Jensen, at Tað er møguligt, at onkur av starvsfólkunum ikki hava verið á fundi ein til ein fyrr og tí halda, at hetta er løgið. Eg meti tó, tað er umráðandi, at leiðarar kenna síni starvsfólk . Bogi Bech Jensen, vildi ikki gera samrøðu við Kringvarpið í dag, men sigur í stuttari viðmerking, at hann tekur kæruna í størsta álvara. Mentamálaráðið veit enn ikki at siga, hvørjar avleiðingar kæran fer at fáa. Viðgerðin av kæruni verður helst drúgv, tí lærararnir, ið hava kært rektaran, fáa høvið at svara hoyringarsvarinum hjá rektarinum. Tað er ópraktiskt og ein duld príshækking, at nøgdin í súrrómabikørunum er minkað úr 250 grammum niður í 200 gram, uttan at prísurin er lækkaður samsvarandi . Tað heldur forbrúkari. Tey gomlu bikøruni elvdu til truplulleikar í framleiðsluni, og tí varð neyðugt at fáa nýggj , sigur Valborg H. Laksafoss sølu og marknaðarleiðari hjá MBM. Hon leggur aftrat, at tað er kostnaðarmikið at gera broytingar í framleiðsluni, og tí hevur MBM ikki lækkað prísirnar á súrróma samsvarandi við minkingina av nøgdini. Men MBM ger javnan prístillagingar, og fer at kanna um til ber at lækka prísin. Av misgávum, kom hendan síðsta orðingin ikki við í innslagið í Deg og Viku í gjárkvøldið. Tað er nú rættað, og vit umbera mistakið. Tað er kostnaðarmikið at gera broytingar í framleiðsluni, og tí hevur MBM ikki lækkað prísirnar á súrróma, hóast bikørini og innihaldið í teimum er minkað við 20 prosentum. Tað sigur sølu og marknaðarleiðari hjá MBM Valborg H. Laksafoss. MBM ger tó javnan prístillagingar, og fer fyrst í september at kanna, um til ber at lækka prísin á súrróma. Hendan orðingin kom av misgávum ikki við í innslagið um súrróman, sum var víst í Deg og Viku í gjárkvøldið. Vit umbera feilin, sum nú er rættaður í Deg og Viku innslagnum á netinum. MBM fekk áðrenn Ólavsøku nýggj bikur til súrróman, tí tey gomlu elvdu til trupulleikar í framleiðsluni. Í teimum nýggju bikørunum er 20 prosent minni av súrróma í. Meðan 250 gram vóru í teimum gomlu, eru 200 gram í teimum nýggju bikørunum. Merkið, sum nýggja kortið eitur, gevur eyka ágóðar, so sum ókeypis mat og drekka umborð á flogførunum hjá Atlantic Airways, atgongd til CPH Express í Kastrup, ið ger at man kemur skjótt gjøgnum trygdareftirlitið á flogvøllinum, atgongd til CPH Apartment Lounge í Kastrup og altíð tvey stykkir av viðføri ókeypis við í flogfarið. Hetta kortið fáa tey, ið hava ferðast nógv og hava fingið yvir 40.000 point. Atlantic Airways velur eisini nøkur fólk afturat, sum eftir teirra meting, eru stórkundar hjá Atlantic Airways. Allar politisku ætlanir, um at gera tað lættari hjá kvinnum at fáa fosturtøku í Føroyum, eru higartil køvdar av óttanum fyri, at møguleikarnir hjá kvinnum at fáa fosturtøku verða meira avmarkaðir. Hon hevur í nógv ár verið fortalari fyri at dagføra og liberalisera fosturtøkulóggávuna, sum er frá 1956. Men hóast ein nýggj kanning vísir, at meiriluti er millum føroyingar fyri at dagføra fosturtøkulóggávuna, og 30 prosent taka undir við fríari fosturtøku, so hevur Annita á Fríðriksmørk enn ikki lagt nakað uppskot fyri løgtingið um at broyta lóggávuna. Orsøkin er heilt einfalt, at tjóðveldistingkvinna óttast, at eitt møguligt uppskot um at gera tað lættari hjá kvinnum at fáa fosturtøku í Føroyum kann enda við, at lógin verður herd, og tað harvið verður trupulari hjá kvinnum at fáa fosturtøku. Maðurin varð sæddur flóta lívleysur í bátahylinum klokkan fimm minuttir yvir hálvgum átta. Hann var endaliga staðfestur at vera deyður klokkan tíggju minuttir í hálvgum níggju. Maðurin varð seinast sæddur um hálvgum eitt tíðina í nátt, men enn veit politiið ikki, hvussu og hví maðurin er endaður í bátahylinum. Líksýn og avhoyringar verða nú gjørdar, men sambært vakthavandi á politistøðini, so eru ongar ábeningar um, at nakað brotsverk er framt. Føroya Sjómannadagur var í gjár, og í ár og sum vanligt var vatnkríggj og togtogan á skránni. Eisini var serliga nógv burturuúr matinum. Umleið 10.000 fólk vitjaðu sjómannadagarnar í fjør. Fyriskipararnir vita ikki enn, hvussu nógv fólk hava verið á sjómannadøgunum í ár. Spanska løgreglan leitar nú eftir einum 22 ára gomlum sponskum manni við marrokanskum uppruna í sambandi við yvirgangsatsóknina í Barcelona og Cambrils skrivar DR. Hildið verður, at 22 ára gamli maðurin er partur av terror selluni ella yvirgangsbólkinum, sum framdi yvirgangsatsóknirnar í Barcelonoa og Cambrils hósdagin. Ungi maðurin hevur búð í býnum Ripoll, norðan fyri Barcelona, har tvey onnur við marrokanskum uppruna eru handtikin í sambandi við yvirgangsatsóknina hósdagin. Vit leita eftir manninum, og so finna vit útav hvønn leiklut hann hevur havt í sambandi við yvirgangsatsóknirnar, siga sponsku myndugleikarnir. Spanski innanríkisráðharrin, Juan Zoido hevur boðað frá, at sellan, sum stendir aftanfyri álopini er avdúkað, men sigur nú, at tað er ov tíðliga at staðfesta tað. Í sambandi við húsarannsóknir í býnum Alcanar sunnanfyri Barcelona og Cambrils hevur løgreglan funnið Butan gass í eini íbúð. Løgreglan heldur, at álopini vórðu løgd til rættis í Alcanar og at yvirgangsfólkini hava havt ætlanir um eina yvirgangsatsókn, har gassið skuldi nýtast, men at okkurt er miseydnast hjá teimum, og tí hava tey nýtt bil og knívar ístaðin. Løgreglan var varðug við Alcanar av tí at eitt hús sprongdist og tveir mans doyðu. Løgreglan hevur framt 9 húsarannsóknir í býnum. Tilbúgvingin verður ikki broytt í økinum, tí vandi tykist ikki vera fyri einum nýggjum álopi í løtuni, sigur Juan Zoido, innanríkisráðharri. Tó, so er tilbúgvingin, sum er á næsthægsta stigi, hækkað í ávísum ferðafólkaøkjum. Leivur Frederiksen og Jóannes Jakobsen fara at siga frá dystinum í útvarpinum, og tú kanst eisini stroyma dystin beinleiðis her. Í útvarpssendingini Bólturin , sum byrjar kl.14.45, fara vit eisini at fylgja gongdini í hinum dystunum í 19.umfari, og í hálvleikinum frætta vit frá KÍ kvinnunum, sum spæla Champions League í Kroatia komandi vikuna. Eitt løgting eigur ikki at taka sær av umistingarligum uppgávum, men at áseta rammurnar fyri, hvussu onnur skulu arbeiða. Tað sigur stjórin á Havstovni, Eilif Gaard, sum heldur, at tað er púra burturvið at løgtingslimir taka støðu til hvussu nógvir fiskidagar skulu vera hvørt ár. Stovnarnir, sum eru undir fiskidagaskipanini eru illa fyri, tí dagatalið er ov høgt, sigur Eilif Gaard. Fiskidagaskipanin regulerar ikki veiðitrýstið, tí ov nógvir dagar eru í skipanini. Leiðslan á Landssjúkrahúsinum fer væntandi at viðgera hoyringarsvarið frá leiðandi ljósmóðurini á Landssjúkrahúsinum í komandi viku. Í hoyringarsvarinum, sum var sent sjúkrahúsleiðsluni, biðja leiðandi ljósmóðurin og advokaturin um at fáa innlit í ítøkiligu grundgevingarnar fyri uppsøgnini. Síðani fer leiðslan á Landssjúkrahúsinum at viðgera hoyringarsvarið og meta um, hvørt tað gevur høvi at broyta avgerðina um uppsøgn ella um leiðslan fer víðari við uppsagnarmálinum. Talan er um eitt persónsmál, og tí vil hvørki advokaturin ella leiðslan á landssjúkrahúsinum viðmerkja orsøkirnar til ætlanarskrivið ella viðmerkingarnar frá leiðandi ljósmóðurini og advokatinum hjá henni. Leiðslan á Landssjúkrahúsinum fer væntandi at viðgera hoyringarsvarið frá leiðandi ljósmóðurini á Landssjúkrahúsinum í komandi viku. Í hoyringarsvarinum, sum var sent sjúkrahúsleiðsluni, biðja leiðandi ljósmóðurin og advokaturin um at fáa innlit í ítøkiligu grundgevingarnar fyri uppsøgnini. Síðani fer leiðslan á Landssjúkrahúsinum at viðgera hoyringarsvarið og meta um, hvørt tað gevur høvi at broyta avgerðina um uppsøgn ella um leiðslan fer víðari við uppsagnarmálinum. Talan er um eitt persónsmál, og tí vil hvørki advokaturin ella leiðslan á landssjúkrahúsinum viðmerkja orsøkirnar til ætlanarskrivið ella viðmerkingarnar frá leiðandi ljósmóðurini og advokatinum hjá henni. Millum dramatisku hæddarpunktini teljast fyrsta brotssparkið hjá Víkingi, sum skuldi takast umaftur, eftir at Tórður Thomsen í fyrstu atløgu hevði bjargað royndini frá Hanusi Jacobsen, og reyða kortið, sum B36 málverjin fekk í seinna hálvleiki, og sum eisini kostaði eitt brotsspark, sum Fróði Benjaminsen umsetti til mál. Gestirnir løgdu tó betri fyri og vóru á odda við einum máli móti ongum í hálvleikinum, eftir at Meinhard Olsen setti eitt vakurt langskot í málið til 0 1. Men seinni hálvleikur var ikki gamal, tá ið Víkingur fekk fyrsta brotssparkið, og harfrá gekk seinni hálvleikur við fullari ferð, inntil Víkingur stóð eftir sum sigursharri og einsamalt oddalið. Á Skála sá tað leingi út til, at heimaliðið skuldi vinna, men við tveimum skjótum málum í seinastu løtu av dystinum syrgdi Ísak Simonsen fyri, at KÍ fekk øll trý stigini, og við Løkin vendi NSÍ 0 2 til 3 2 ímóti EB Streymi, og sostatt eru runavíkingar eisini framvegis við heilt frammi í oddinum. Í Gundadali helt HB fast í góðu gongdini við at vinna 3 0 á 07 Vestur og við Stóra tryggjaði TB FCS Royn sær trý týdningarmikil stig, tá ið teir vunnu 1 0 á ÍF. Víkingur B36 4 2 0 1 Meinhard Olsen 43 1 1 Hanus Jacobsen br. 50 1 2 Róaldur Jakobsen br. 69 2 2 Adeshina Lawal 75 3 2 Sølvi Vatnhamar 82 4 2 Fróði Benjaminsen br. 86 NSÍ EB Streymur 3 2 0 1 Ari M. Olsen 33 0 2 Ragnar Danielsen br. 40 1 2 Klæmint Olsen br. 45 2 2 Pól Jóhannus Justinussen 75 3 2 Klæmint Olsen 80 Karin Leyvudóttir, Finnur Koba og Uni Leitisstein Hansen viðmæla nakrar sjónvarpsørðir og kjakast eitt sindur um hesi uppskotini. Viðmælini eru ymisk, og meiningarnar um sjónvarpsrøðirnar eru eisini ymiskar. Tá ein tosar um sjónvarpsrøðir, kemur ein ikki uttan um Game of Thrones, tí hon er mett sum heimsins besta sjónvarpsrøð. Karin Leyvudóttir er Game of Thrones fjeppari, meðan Finnur Koba ikki dámar Game of Thrones. Uni Leitisstein Hansen var eitt stað mitt í millum, og honum dámdi serliga fyrstu røðirnar av Game of Thrones, men var samdur við Finni í, at tað hendir ov lítið og varir ov leingi. Nýggja súluskipanin hjá Atlantic Airways hevur trý stig. Fyrsta stigið er vanliga skipanin, har fólk savna sær stig at nýta til súluferðir. Næsthægsta stigið er Gull limaskapur, sum ein fær, um ein savnar sær meir enn 20.000 stig um árið, og at enda er Merkið limaskapur, ið er fyri tey, sum savna sær 40.000 stig um árið. Gull limaskapur hevur nakrar fyrimunir við sær, og Merkið limaskapur hevur upp aftur fleiri fyrimunir við sær. Súluskipanin, serliga Merkið limaskapurin, hevur ført til nógv kjak á sosialum miðlunum, og fólk eru ónøgd. Tey halda til dømis, at Merkið eiga allir føroyingar, tí skal eitt slíkt kort, sum bert nøkur útvald fáa, ikki eita Merkið. Og fleiri halda, at henda skipanin ger mun á menniskjum. Tað er torført at siga, hvussu nógv ferðafólk hava vitjað Føroyar seinastu mánaðirnar, tí vit hava eingi hagtøl, men út við 200.000 fólk, metir Edward Leo við fyrivarni. Nakrar avbjóðingar eru, tí ferðafólk fara út um bøgarðar, og tað kann vera strævið hjá einari bygd at fáa fleiri bussar við ferðafólki á vitjan sama dag. Nøkur viðurskifti eru skipað, men alt er ikki skipað enn. Nýggjárið nærkast, og fær fyrsta viðgerð ikki verið mánadagin, um eina viku, eru vit upp aftur nærri nýggjárinum, tá tingið fær viðgjørt fiskivinnunýskipanina. Aksel V. Johannesen, løgmaður, sigur, at 17 fólk taka undir við tí uppskoti, sum nú fer í tingið. Tey eru samgongan og Sonja Jógvansdóttir. Hann vil tó ikki siga, um tey 17 fólkini hava skrivað undir, at tey atkvøða fyri uppskotinum, sum Høgni Hoydal, landsstýrismaður, kemur við. Tað hevur við sær, at kjarnan á miðvøllinum við Fróða Benjaminsen, Brandi Olsen og Halli Hansson heldur ikki verður tøk til dystin móti Portugal. Tá Føroyar spældu móti Sveis spældi Johan Troest Davidsen í miðverjuni saman við Atla Gregersen. Men HB miðverjin hevur givið avboð til hesar báðar landsdystirnar. Tað verður gitt, at tað plássið er goymt til Hall Hansson, um hann skuldi blivi klárur. Tað ljóðar, at hann fyri stuttum er byrjaður at venja við bólti aftur. Hópurin Gunnar Nielsen FH Teitur M. Gestsson HB Símun Rógvi Hansen NSÍ Jónas T. Næs ÍBV Viljormur Davidsen Vejle Atli Gregersen Víkingur Rógvi Baldvinsson Bryne FK Hørður Askham KÍ Odmar Færø B36 Ári Mohr Johnsson HB Kaj Leo í Bartalsstovu ÍBV Gilli R. Sørensen SK Brann Rene Shaki Joensen Grindavík Fróði Benjaminsen Víkingur Sølvi Vatnhamar Víkingur Pól Johannus Justinussen NSÍ Eli Falkvard Nielsen B36 Karl Løkin NSÍ Róaldur Jakobsen B36 Klæmint Olsen NSÍ Patrik Johannesen B36 Jóan Símun Edmundsson OB 30 ára gamli maðurin, sum er ákærdur fyri at hava beint fyri 20 ára gomlu íslendsku Birnu Brjánsdóttur hálvan januar í ár, noktaði seg aftur sekan, tá revsimálið móti honum byrjaði fyrrapartin í dag. Ákærin fanst sambært íslendska kringvarpinum at ákærda manninum, tí hann í dag hevur eina aðra frágreiðing um leygarnáttina 14.januar, enn hann hevur givið politinum. Útvarpið hevur fyrrapartin tosað við Kristin Michelsen, Anitu Viðbergsdóttir og Alva Mortensen, men tey siga seg onga viðmerking hava. Tey vilja ikki siga, hví eingin býráðssamgonga er á Tvøroyri, tey vilja ikki siga, hvussu tey fyrihalda seg til støðuna nú, og tey vilja ikki siga, um tey dyrgja eftir breiðum samstarvi á Tvøroyri. Tað er trupult at siga akkurát hví, tí man hevur tagnarskyldu, men tað hava verið nógv innanhýsis stríð í samgonguni, segði hon við útvarpið tá. Hann ásannaði í útvarpinum leygardagin, at Kristina Rooest er nú uttanflokka, men hann væntar, at Javnaðarflokkurin á Tvøroyri og hon kunnu semjast um eina yvirskipaða politiska kós. Samband hevur ikki verið millum partarnar enn, men ein av næstu døgunum fæst helst greiða á, hvørja kós Tvøroyri skal halda tað, sum er eftir av hesum valskeiðnum. Katarina von Bora var nunna, men varð gift Martini Luther, sum var munkur. Luther var stóri trúarbøtarin og í Katarinu fann hann bestu hjálp hugsast kann. Sagt verður, at tey livdu í sátt og semju og inniligum kærleika. Fingu fleiri børn og lótu dyr upp fyri tí sjúka og fátæka. Í ár 2017 eru 500 ár liðin, síðani trúbótin byrjaði. Mánadagin í næstu viku verður fyrsti fundurin í samráðingunum millum Lønardeildina og fakfeløgini, sum hava limir á almenna arbeiðsmarknaðinum. Fyrra bókingin var antin týsdagin 8. august ella mánadagin 14. august, men sama upphædd varð eisini tikin av kontuni hósdagin 17. august. Bankin brúkar ikki somu skipan í Føroyum sum í Danmark, og tí eru tað bara kundar í Danmark, sum bankin av misgávum hevur tikið pengar frá tvær ferðir. Løgtingið veit fullvæl, at eg sum løgtingsformaður, sambært stýrisskipanarlógini, noyðist at seta ein kanningarstjóra, um 14 løgtingsfólk vilja tað, sigur Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður. Tjóðveldismaðurin Pauli Trond Petersen, sum eisini er limur í fíggjarnevndini, segði á tingsins røðarapalli í síðstu viku, at hann fer ikki at atkvøða fyri at játta eina millión krónur til ein kanningarstjóra at kanna embætisførsluna hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni í fiskivinnumálum. Minnilutaverjan og rættindini at seta ein kanningarstjóra skal geva andstøðuni møguleikan at gera vart við eitt mál, sum hon ikki er nøgd við. Onkursvegna skapar tað størri virðing um eina samgongu, sum virðir rættin hjá einari andstøðu at seta ein kanningarstjóra, sama um samgongan heldur tað vera skilagott ella minni skilagott, sigur løgtingsformaðurin. Tað er fyrstu ferð í nærum 100 ár, at tað er møguligt at síggja sólarmyrkingina tvørturum USA. Seinast ein samsvarandi sólarmyrking var í USA var í 1918. Eiler Fagraklett, nevndarlimur í LGBT Føroyum, heldur, at orsøkin til, at sálarheilsan hjá LGBT arum er verri enn hjá hinskyndum, er tí at LGBT arar uppliva fordómar og útihýsing í gerandisdegnum. Kanning vísti eisini, at meira enn helvtin kennir angist. Heili 56 av føroyskum tví , sam , og tvørkyndum siga seg til tíðir kenna angist, sum avmarkar viðkomandi millum annað við, at ikki vilja vera saman við øðrum fólki ella vitja ávís støð. Sambært kanningini hjá Fólkaheilsuráðnum eru í miðal 18 av øllum føroyingum sera ella eitt sindur darvaði av angist. Etingarólag er eisini ein stórur trupulleiki millum samfelagsbólkin. Triði hvør 33 LGBTari í Føroyum hevur ella hevur havt etingarólag, meðan 35 hava roynt at skatt seg sjálvan við til dømis cutting. Sjey mastersvimjarar frá tí sonevndu geil 5 í svimjihøllini í Havn svumu fríggjadagin umleið 5 kilometrar av sandinum í Tjørnuvík yvir á víðagitna parið, Risan og kellingina, sum ætlaðu at íslendska Føroyar á sinni. Summartíð hevur hitt tríggjar av teimum, sum vóru við, Jon Hestoy, Niels Juel Arge og Oluf Færø, til eitt prát um svimjitúrin og havsvimjing sum heild. Fyri næstan hálvum triðja ári síðani var full sólarmyrking í Føroyum. Í dag uppliva amerikanarar í 14 statum sama fyribrigdið, og vit tosa við føroying, sum er farin til USA at uppliva sólarmyrkingina. Vit tosa eisini við myndamannin, Jens Jákup Hansen, ein lítlan film, sum hann gjørdi um nakrar ørkymlaðar hønur undir sólarmyrkingini í Føroyum 20. mars 2015. Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, sum umsitur partapeningin í Atlantic Airways, hava boðað flogfelagnum frá, at landsstýrisfólk og embætisfólk skulu ikki brúka bonusskipanina Merkið. Bakkafrost samtakið hevði slaka hálva milliard í vinningi, eftir at skatturin var goldin, fyrra hálvárið í ár. Vinningurin var 477 milliónir krónur. Fyri skatt var vinningurin 318 milliónir krónur størri, 795 milliónir krónur. Deildin, sum ger lidnar vørur úr laksinum, hevur framvegis hall, tí laksurin er so dýrur at keypa. Í øðrum ársfjórðingi var hallið av lidnu vørunum 54 milliónir krónur Nettoskuldin hjá Bakkafrosti var 560 milliónir krónur tann 30.juni í ár. Allar deildir á nýggja laksavirkinum á Glyvrum eru nú farnar undir virksemi. Sjey virki eru samstundis latin aftur. Íløgan í nýggja virkið á Glyvrum fer væntandi at spara Bakkafrosti 70 90 milliónir krónur um árið. Bakkafrost er farið undir at dagføra kryvjingarvirkið í Vági. Íløgan har er 35 milliónir krónur. Bakkafrost ætlar eisini at økja virðið á innvøli og øllum avskurði frá laksinum. Teir verða gjørdir til mjøl og lýsi á Havsbrún. Hendan framleiðslan kann væntandi byrja seint í 2017, sigur Bakkafrost í fráboðan til partaeigararnar í morgun. Roknskapurin hjá Bakkafrost samtakinum fyri annan ársfjórðing verður lagdur fram í Oslo fyrrapartin. Hvat tosaðu løgmaður og hollendski forsætisráðharrin Mark Rutte saman um í telefonini í seinnu helvt av juni mánaða Tað fer Bill Justiniussen, tingmaður fyri Miðflokkin, at spyrja løgmann, tá munnligir fyrispurningar eru fyri á løgtingi í morgin. Í juni kom fram, at hollendskir og íslendskir mynduleikar høvdu vent sær til føroyskar mynduleikar, tí teir vóru ónøgdir við, at samgongan í fiskivinnuuppskotinum ætlar at minka útlendskan ognarskap í føroyski fiskivinnuni. Fiskimálaráðið fer at selja rættindi at fiska 121 túsund og 315 tons av fiski á uppboði á átta uppboðssølum nú í august og september. Atlantsflog er komið út í satt ódnarveður av nýggju bonusskipanini, sum gevur teimum, sum ferðast serliga nógv eitt kort við heitinum Merkið . Vit hava spurt Høgna Rasmussen, samskiftisráðgeva hví fólk blíva so ill um skipanina. Sambært honum eru tað trý viðurskifti, sum tilsaman fáa sinnini í kók. Tað er, at tað er ein duld skipan, sum er formaliserað í einum korti og sum ber navnið Merkið eitt navn, sum vit øll kenna okkum eiga, men sum bert er fyri nøkur fá útvald. Hetta ger, at summi fólk blíva ill sambært Høgna Rasmussen, sum metir at tað er neyðugt at skifta navn á skipanini Fýra norðurlendsk krabbameinsfeløg standa saman og heita á eftirlønarfeløgini at taka ábyrgd og gevast at seta pening hjá viðskiftafólkunum í tubbaksídnaðin. Eftirlønarfeløgini mugu granska seg sjálvi, taka moralska støðu og samfelagsábyrgd. Í Noregi hevur leingi verið siðvenja, at eftirlønarfeløgini eru givin at seta pening í tubbaksídnaðin. Tubbaksídnaðurin brýtur mannarættindini Ávaringarljósini eiga at lýsa, tá ið Dansk Institut for Menneskerettigheder í nýggjari frágreiðing júst er komið til ta niðurstøðu, at tubbaksídnaðurin kann bara halda mannarættindini, gevst ídnaðurin fullkomiliga at gera og marknaðarføra tubbak. Tað er longu greitt, at tubbaksídnaðurin brýtur altjóða viðtikin mannarættindi, tí børn fyri ein stóran part arbeiða í tubbaksgróðrarlundunum. Tað hevur Human Rights Watch, altjóða NGO, sum arbeiðir fyri mannarættindum, fleiri ferðir skjalprógvað. Sleppast kann undan at seta pening í tubbaksídnaðin Eftirlønarfeløgini hava fyrr vart íløgurnar við, at partabrøv í tubbaksídnaðinum geva trygga úrtøku, og at tað kann vera trupult at sleppa sær undan teimum, tí partabrøvini eru savnað í puljum. Men soleiðis er ikki longur, siga krabbameinsfeløgini. Nú eru amboð, so til ber at skraddaraseyma íløgupuljurnar. Okkurt er púra galið, um hildið verður, at tað er í lagi at vinna pening úr tubbaksídnaðinum, sum ger sigarettirnar soleiðis, at fólk verða bundin av teimum, og sum tí við vilja elvir til, at fleiri milliónir fólk doyggja hvørt ár. Eisini stuðla eftirlønarfeløgini, við peningi hjá viðskiftafólkunum, einum ídnaði, sum í fleiri førum er á markinum at bróta mannarættindini, siga krabbameinsfeløgini. Lesandi á miðnámi fáa studning eftir, um tey eru 18 ár, og um tey búgva heima ella úti. Lesandi á hægri útbúgving fáa øll 4315 krónur, og so eru eyka ískoyti til forsyrgjarar og einligar forsyrgjarar, sum eisini fáa studning 12. mánaðin, meðan hini fáa 11 mánaðir um árið. Tú kanst søkja studning talgilt, sum Studni ynskir, at øll gera, ella í pappírsformi. Studningurin fyri nýggj lesandi kemur á konto 15. septembur, og fyri tey, sum longu eru lesandi, kemur hann síðst í august mánaði sum vant. Revsimálið móti manninum, sum er ákærdur fyri at hava beint fyri 20 ára gomlu íslendsku Birnu Brjánsdóttur hálvan januar í ár, heldur fram í dómhúsinum í Hafnarfirði í dag. Stjórnarskipanin er, sambært løgmanni, eitt so týdningarmikið mál, at politiski myndugleikin ikki hevur heimild at taka avgerð um tað einsamallur. Samgonguflokkarnir halda, at vit mugu staðfesta í einum skjali, at føroyingar hava evsta valdið í Føroyum, og at fólkið skal atkvøða um hana. Sambandsvongurin heldur hinvegin, at ein føroysk stjórnarskipan er óneyðug og ger seg inn á verandi ríkisrættarligu støðu. Fríðrik Petersen varð borin í heim 22.apríl 1853 á Saltnesi og hann doyði á Frederiksberg 26.apríl 1917 Hann var próvstur á Nesi, hann yrkti, týddi og hann var politikkari og hann var við at stovna Sambandsflokkin í 1906 Hann gav okkum á okkara móðurmáli Faðir Vár og hann yrkti Tíðin rennur sum streymur í á, Gleðilig jól, Deyði Hvar er nú broddur tín, Hvat kann røra hjartastreingir, Eg oyggjar veit. Jákup Reinert Hansen, lektari í kirkjusøgu sigur frá. Formanskapurin í Betri Banka er ónøgdur við kanningina hjá Bárði Larsen, tí hon bara byggir á skjøl hjá TAKS, og í ávísum førum á samrøðum við starvsfólk hjá TAKS. Hann varð eisini settur sum bráðfeingis stjóri hjá TAKS, meðan hann kannaði málið, so tað var lættari hjá honum at sleppa fram at skjølum. Nógv lond hava grundlógir ella stjórnarskipanir. Flestu av grundlógunum hjá londum, sum vit kenna best, vórðu til í kjalarvørrinum av evropeisku upplýsingartíðini í 17 og 1800 talinum tá var tað móti hjá londum at fáa sær grundlóg. Svøríki fekk eina í 1776, USA í 1787, Frakland í 1791 og Noreg Í 1814. Evropeisku kollveltingarnar í 1848 høvdu við sær, at nógv fleiri lond fingu grundlógir, eitt nú Danmark í 1849. Men amerikanska grundlógin er helst tann kendasta, og tað er ikki uttan orsøk. Amerikanska grundlógin er ein av týdningarmestu hendingunum í søguni um vesturlendskt fólkaræði. Hóast bæði kvinnur og minnilutar ikki fingu valrætt ella grundleggjandi mannarættindi fyrr enn nógv ár seinni, tryggjaði amerikanska grundlógin rættindi til ein væl størri part av fólkinum, enn hevði verið vanligt í nøkrum landi frammanundan. Sviar vóru eisini fólkaræðisligir slóbrótarar. Svenska einaveldið var avtikið longu í 1718, Sviar fingu sum teir fyrstu í heiminum lógarásett talu og skrivifrælsi í 1766, og í 1776 fingu teir ta fyrstu av fleiri grundlógum henda var tó minni fólkaræðisliga víttfevnandi enn tann amerikanska. Við friðarsáttmálanum í Kiel í 1814, varð Noreg loyst frá Danmark, og í eini roynd at sleppa undan at gerast partur av Svøríki orðaðu Norðmenn eina nýggja norska grundlóg, og lýstu Noreg at vera sjálvstøðugt. Noreg helt fram í ríkisfelagsskapi við Svøríki í 89 ár, men kortini er tað 17. mai 1814, tá ið norska grundlógin varð til, sum verður roknaður sum tjóðardagur Noregs í dag. Hvussu so við undtantakinum Bretlandi. Bretland hevur onga einstaka niðurskrivaðað grundlóg, men eina røð av siðvenjum og ásetingum, sum samanlagdar roknast sum stjórnarskipan Bretlands. Kortini verður bretland søguliga roknað sum undangongutjóð, bæði í sambandi við lógarsmíð og fólkaræði, og var eisini sterkasti íblástur amerikonsku grundlógina, eftir at amerikanarar høvdu loyst frá bretska heimsveldinum. Og so er tað Danmark, sum helst er mest viðkomandi grannatjóðin hjá okkum. Í 1848 setti Fríðrikur 7. kongur danska einaveldið úr gildi. Eitt ár seinni hevði eisini Danmark sína fyrstu grundlóg, sum eisini fevndi um Føroyar og Grønland, ið bæði vóru donsk amt. Ísland var, sum einasti partur av danska ríkinum, spurt um tað vildi verða umfatað av grundlógini, men íslendska sendinevndin til Keypmannahavnar segði nei takk. Ísland fekk bæði heimastýri og grundlóg í 1874, meir enn 40 ár áðrenn Ísland gjørdist sjálvstøðug tjóð. Danska grundlógin verður broytt fleiri ferðir síðan í 1866 í 1915 og fyrstu ferð danir eru til fólkaatkvøðu um broyting í grundlógini er í 1920. Føroyingar skulu tá eisini atkvøða, men eru ikki heilt nøgdir. Løgtingið vil hava eina broyting í grundlógina, sum gevur løgtinginum heimild at lóggeva um serlig føroysk viðurskifti. Men føroyska broytingaruppskotið kemur ongantíð til viðgerðar í Danmark. Eftir seinna heimsbardaga rakar føroyska tjóðskaparrørslan sítt hámark við føroysku fólkaatkvøðuni í 1946 um støðu Føroya í danska ríkinum. Fólkaatkvøðan verður tó ikki viðurkend í Danmark, og heimastýrislógin verður sett í gildi tvey ár seinni, í 1948. Føroyingar, sum fluttu aftur til Føroyar eftir kríggið høvdu eitt uppskot um føroyska grundlóg, men hetta kom ongantíð upp á politiskt stig. Og í nærum hálva øld eftir hetta er sera lítið prát um grundlóg ella líknandi í Føroyum, sjálvt við sjálvstýrislandsstýrinum í 60 árunum við sjálvstýrisflokkinum, tjóðveldisflokkinum og fólkaflokkinum. Ikki fyrr enn fullveldissamgongan tekur við í 1998, eftir at kreppan hevði skalað viðurskiftini millum Føroyar og Danmark, kemur gongd aftur á prátið um føroyska grundlóg. Og tað verður ikki bara práta. Ein føroysk grundlóg er eitt av aðalmálunum hjá fullveldislandsstýrinum. Stjórnarskipanin, sum nú er til hoyringar, stavar sostatt upprunaliga frá grundlógarnevndini, sum fullveldissamgongan setti tíðliga í 1999. Stóra forðingin fyri, at tað ikki hevur eydnast at fáa stjórnarskipanina út til fólkaatkvøðu hevur verið, at politisku flokkarnir ikki eru samdir um, hvat skal standa í henni og tá serliga, hvussu Føroyar skulu lýsast stjórnarrættarliga. Soleiðis var støðan eisini, tá seinasta semjuroyndin varð gjørd í 2011. Tá var nevndarmeiriluti í Løgtinginum fyri eini orðing, sum segði, at stjórnarskipanin virðir teir stjórnar rættarligu sáttmálar og avtalur, sum eru í gildi, tá hon verður sett í verk. Men ta orðingina vildi Tjóðveldi ikki góðtaka, tí eftir floksins tykki lá í hesum ein viðurkenning av heimastýrislógini og grundlógini, ið kundi verið tulkað soleiðis, at Føroyar høvdu viðurkent danskt yvirvald. Tá uppskotið kom til 2. viðgerð, var meiriluti fyri at koyra tað aftur í nevnd, ið hevði viðgjørt málið. Haðani kom tað ikki aftur og fall burtur, tá tingsetan endaði. Tjóðveldi fór í tvíningar. Ein nýggj stjórnarskipan skal staðfesta, at Føroya fólk hevur valdið í Føroyum. Lógin skal áseta og útgreina sjálvsavgerðarrættin og fólkaræðisliga stýrislagið hjá Føroya fólki. Hon kemur til fólkaatkvøðu í seinasta lagi í 2017. Vit skriva nú 2017. Fólkaatkvøðan er útsett til komandi ár. Men áðrenn fólkið sleppur at taka støðu, skal løgtingið verða samt um uppskotið um stjórnarskipan, sum nú er til hoyringar. Eg fái ikki skúlan og landsliðsfótbólt at passa saman beint nú, og tað er orsøkin til at eg havi givið avboð til dystin ímóti Portugal, sigur Pól Jóhannus Justinussen við heimasíðuna hjá FSF. Tað hevur við sær, at miðvøllurin hjá Føroyum er upp aftur meira skerdur. Frammanundan er greitt, at Hallur Hansson, Brandur Olsen og Fróði Benjaminsen vera ikki við móti Portugal. Á tíðindafundi mánadagin kunngjørdi Lars Olsen, landsliðsvenjari, nøvnini á teimum 22 spælarunum, ið eru boðsendir til næstu HM undankappingardystirnar, sum verða ímóti Portugal og Andorra. Tá segði Lars Olsen, at miðverjin, Johan Troest Davidsen, ikki var úttikin, tí hann hevur givi avboð vegna arbeiði. Hósdagin 31. august klokkan 19 45 spæla Portugal og Føroyar á Estadio do Bessa í Porto, og tríggjar dagar seinni, sunnudagin 3. september klokkan 17 00 spæla Føroyar og Andorra á Tórsvølli. Fróði Benjaminsen verður ikki tøkur til dystin ímóti Portugal. Fróði er í læru sum fangavørður, og verður í komandi viku staddur uttanlands í arbeiðsørindum. Hann verður tó tøkur til dystin móti Andorra. Vit stuttsøguna Eingir ránsmenn eru í skóginum , sum Bókadeild Føroya Lærarafelag gav út av nýggjum í 2010. Ria Tórgarð lesur og Elin Súsanna Jacobsen týddi. Hóast tríggir mánaðir eru lidnir, síðani Johnny í Grótinum segði stjórastarvið á Landssjúkrahúsinum frá sær, hevur Heilsumálaráðið ikki søkt eftir nýggjum stjóra enn. Tí kunnu ganga fleiri mánaðir, áðrenn landssjúrkahúsið fær nýggja leiðslu. Heilsumálaráðið arbeiðir í løtuni við eini heilsunýskipan, har millum annað leiðslurnar á Suðuroyar Sjúkrahúsi, Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Landssjúkrahúsinum verða lagdar saman í eina felags leiðslu. Tað ljóðaði at Johnny í Grótinum skuldi vera ovasti leiðari í nýggju sjúkrahúsleiðsluni, og saman við lokalbundnum leiðslum mynda leiðsluna í sjúkrahúsverkinum og tí er spurningurin um Heilsumálaráðið skal søkja eftir einum ella tveimum stjórum. Tað er ikki eydnast at fáa orðið á landsstýriskvinnuna í Heilsumálum í dag, men sambært aðalstjórinaum Turið Arge kemur heilsumálaráðið við eini fráboðan í vikuni. Ein skúlastjóri fekk fyri kortum lyfti frá Mentamálaráðnum um at sleppa at halda fram í sínum starvi, hóast hann fall fyri pensjónsaldrinum. Men tá hetta vísti seg at vera brot á avtalu millum Lærarafelagið og Fíggjarmálaráðið, varð pensjoneraði skúlastjórin fluttur í Mentamálaráðið at arbeiða sum serligur ráðgevi. Eisini hevur Mentamálaráðið júst sett eitt kunningarfólk at hjálpa landsstýriskvinnuni at skriva mongu røðurnar, hon heldur, og við ymiskum øðrum kunningaruppgávum. Í hvørgum av førunum hava onnur fólk við áhuga fingið høvi at bjóða seg fram at loysa uppgávurnar. Leiðreglur Tað almenna hevur annars ein setanarpolitikk, sum ráðini og stovnarnir undir ráðunum skulu eitast at fylgja. Í teimum leiðreglunum stendur svart uppá hvítt Øll størv eiga at verða lýst leys alment Og hví er tað so neyðugt at størv hjá tí almenna verða lýst leys Tað stendur eisini svart uppá hvítt í setanarpolitikkinum Endamálið er at tryggja, at stovnurin setir umsøkjara, ið úr einum heildarsjónarmiði er best egnaður til starvið. Setanarpolitikkurin skal eisini tryggja, at umsøkjarar, sum ikki fáa starv, kunnu vera vísir í, at avgerðin er farin fram á rættan og rættvísan hátt . Men Mentamálaráðið valdi ein annan hátt, tá áðurnevndu størvini skuldu setast. Skúlastjóri og retorikari Tá Hanus Joensen, skúlastjóri á Skúlanum á Fløtum nærkaðist pensjónsaldri, fekk hann loyvi frá Mentamálaráðnum at halda fram. Men ráðið mistók seg, tí Fíggjarmálaráðið hevur eina avtalu við Lærarafelagið, sum sigur, at teirra limir skulu frá, tá tey verða 67 fyri at geva yngri fólki møguleika at bjóða seg fram. Men ráð vóru fyri tí, og so fekk fráfarandi skúlastjórin brádliga starv í Mentamálaráðnum sjálvum sum ráðgevi í tí, sum kallast námsfrøðilig leiðsla . Eisini er Eydna Skaale sett sum kunningarfólk at hjálpa Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum at samskifta og við mongu røðunum, hon heldur til ymisk tiltøk og merkisdagar. Felags fyri hesi bæði størvini er, sum áður nevnt, at tey ikki vórðu lýst leys frammanundan. Unni Lindell hevur skrivað bókina og Hjørdis Heindriksdóttir týddi til føroyskt. Beinta Clothier lesur og Finnur Hansen er tøkningur. Rágevarastarvið hjá gamla skúlastjóranum á Fløtum og kunningarstarvið í Mentamálaráðnum eru serlig og tíðaravmarkað, og tí sigur Poul Geert Hansen, aðalstjóri, at stovnarnir undir Mentamálaráðnum ikki skulu skilja tað soleiðis, at teir nú kunnu skúgva setanarpolitikk landsins til viks og lata vera við at lýsa størv leys til onnur at søkja. Aðalstjórin leggur afturat, at sær vitandi eru ongar formligar reglur, sum neyvt siga, nær tað er í lagi at seta fólk í starv, uttan at lýsa tey leys fyrst. Men at hann hevur kannað, hvussu tey gera í Danmark, og at mannagongdin hjá Mentamálaráðnum í nýggjastu setanunum stórt sæð eru tær somu sum har, altso at tað er í lagi at seta fólk til serligar uppgávur í eitt ár, uttan at lýsa størvini leys. Selma Lønning Aarø hevur skrivað og Vagnur Streymoy týddi úr norskum. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2017. Elin á Rógvi lesur. Mamma og pápi Torstein skulu hava eitt lítið, ljósareytt pinkubarn. Vánaligasti vinur Torstein, Villi, veit væl hví. Tað er tí, at mamma og pápi Torstein ikki halda hann vera so fittan longur, tí at tey ikki elska hann so nógv longur. Men øll elska pinkubørn, tey sigast at lukta so væl. Torstein luktar seg sjálvan. Hann dugir væl at lukta, at hann ikki luktar so væl. Men mamma og pápi Torstein fara kanska at elska hann, um hann roynir at vera fittari Ruddar kamarið sjálvur Og ikki gremur seg um at skula í song Elin á Rógvi lesur og Dánjal Tavsen ger ljóðmyndina. Kim Fupz Aakeseon skrivaði og Malan Háberg týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2012. Talan er um ein kvinnukropp har armar, bein og høvd tilvitað eru skorin av, og longdin á kroppinum talar ikki ímóti, at tað er horvna kvinnan, sum fór við heimagjørda danska kavbátinum í farnu viku. Tá fyrra hálvár varð gjørt upp, stóðu meir enn 8.000 milliardir krónir í grunninum. Úrslitið var 499 milliardir krónir fyrra hálvár, og so nógv er ongantíð fyrr komið í grunnin eftir einum hálvum ári. Norska Fíggjarmálaráðið tók 16 milliardir krónir úr Oljugrunninum fyrra hálvár, men tað merkir ikki at grunnurin minkar, tí inntøkurnar eru væl størri. So bjóða vit enn einaferð vælkomin í Summartíð, og aftur í dag hava vit nógv ymiskt á skránni. Kinna Poulsen, listaummælari, gevur út bókina, Listamál. Hetta er eitt greinasavn hjá høvundanum um ymisk listamál, sum hava verið uppi og vent síðani 2010. Vilt tú hoyra klassiskan tónleik á ein minni klassiskan hátt, so er tað kanska sansaríka tónleikaferðin hjá Ensemble Sirius, ið kann bjóða tær tað. Hvørt húski í landinum fær ein pakka við postinum frá Fólkakirkjuni í morgin, nú 500 ár eru liðin síðani trúbótina. Í pakkanum er lesnaður til bæði yngri og eldri eitt nú ein teknirøð til tey yngru um lívið hjá Luther. Bogi Mouritsen fekk fyri góðum ári síðan nóg mikið av gerandisdegnum, so seinasta hálva árið hevur hann siglt í miðjarðarhavinum í seglbátinum Polyhymna. Dimma er nú talgild aftur nýggj heimasíða er gjørd, og vit tosa við blaðstjóran. Og Hans Andrias Midjord hevur sitið við eitt pokerborð í Barcelona í allan dag, har endaligi vinningurin er heili 50 milliónir. Seinast vit frættu er Hans Andrias framvegis við í kappingini, men hetta er bara fyrsti dagur. Vit ringja til Barcelona síðst í sendingini. Verðið vælkomin í Summartíð, sum í dag leggur fyri við Eyðuni Nolsøe. Maðurin eitur Phillip Wallam og kallar seg Phil Wallam. Hann er helst komin til Føroya tann 6. august og hevði ferðaseðil við flogfari úr Føroyum tann 17, august til Edinburg, men møtti ikki. Løgreglan vil fegin frætta frá fólki, sum hevur hitt hann og kanska veit, hvar hann kann hava verið. Hetta eitt nú fyri at vita, hvar man skal leita eftir honum, um hann er farin í fjøllini. Og tann møguleikan nýttu bæði bæði Pelagos i Fuglafirði og Vestmanna Seafood. Tey keyptu uppsjóvarfisk, sum Fram eftir ætlan skal fiska. Løgtingið skal velja nýggjan løgtingsgrannskoðara í dag. Jørgen Niclasen leggur frá sær sum løgtingsgrannskoðari. Hann hevur heitt á løgtingið um at velja Joen Magnus Rasmussen, sum eisini er í Fólkaflokkinum, í sessin í staðin fyri. Munnligir fyrispurningar til løgmann og landsstýrisfólkini eru eisini á dagsskránni fyri tingfundin í dag kl.11.00. Hetta eru fyrstu spurningarnir í hesari tingsetuni. Í gjárkvøldið varð ein maður funnin deyður undir Middagsfjalli í Gjáardali, og hildið verður, at talan er um bretska mannin, sum løgreglan eftirlýsti í gjárkvøldið. Tað er kortini ikki endaliga staðfest. So skjótt sum boðini um eftirlýsta mannin vóru í Kringvarpinum í gjárkvøldið, settu fleiri fólk seg í samband við løgregluna. Ein maður við Gjógv, segði seg í kikara hava sæð okkurt blátt undir Middagsfjalli, og tá hann fór at hyggja sá hann at talan var um ein ryggsekk. Tað var í myrkrinum um ellivutíðina í gjárkvøldið, at maðurin varð funnin, og tí fer løgreglan aftur á staðið í dag at gera fleiri kanningar. Løgreglan eftirlýsti í gjárkvøldið 58 ára gamla bretan, Phillip Wallam, sum hvarv meðan hann var í Føroyum. Hann kom til Føroya 6. august og skuldi heim aftur til Edinburgh við flogfari 17. august. Men tað fór hann ikki, og tá hann ikki møtti til arbeiðis, setti stjórin hjá honum seg í samband við løgregluna, sum í gjárkvøldið eftirlýsti mannin. Svenska tíðindakvinnan, Kim Wall, sum hevur verið horvin í næstan tvær vikur, er funnin. Løgreglan fann ein mansbul út fyri Amager mánadagin og kanningar hava staðfest, at talan er um svensku Kim Wall. Kim Wall fór út at sigla við Peter Madsen, eisini kallaður Raket Madsen, hósdagin í síðstu viku, í sambandi við eina grein, sum hon skuldi skriva um hann. Tá ið hon ikki var komin heim fríggjanáttina ringdi unnustan til løgregluna. Kavbáturin varð eftirlýstur og funnin fríggjamorgun við Køge bugt. Hann sakk stutt eftir at hann var funnin, og Peter Madsen svam umborð á bátin, sum var komin á kavbátin. Hann greiddi frá, at hann hevði sett hana av á Refshaleøen hóskvøldið, men hevur síðani greitt frá, at hon var deyð í eini vanlukku umborð, og at hann hevði blakað líkið fyri borð, ella sum hann orðaði seg, hevði jarðað hana á sjónum . Løgreglan hevur hildið tíðindafund í morgun klokkan átta føroyska tíð. Her var millum annað greitt frá, at blóð frá Kim Wall er funnið umborð á kavbátinum, hóast hann hevur verið fullur av vatni. At síggja fekk Sam ikki nevniverdan skaða, men eftir eina slíka hending skal alt skipið kannast, tí tað er ferðafólkaskip, sigur Strandferðslan. Tað eru tveir læknar, sum geva cannabis sum heilivág á landssjúkrahúsinum. Annar læknin er á neurologisku deild, og í hinum førinum er tað krabbameinssjúklingar, sum fáa cannabis, sigur yvirlæknin, Bjarni á steig, sum 13. september skal halda fyrilestur um cannabis sum heilivág. Fyrilesturin verður í Sørvági. Vísindavøkan 2017 verður 29. september og aftur hesaferð verður Vísindavøkan í Perluni, Reinsarínum og á Perlutorginum í Havn. Tað er Granskingarráðið og granskingarstovnarnir í Føroyum, sum skipa fyri. Í hesum sambandi verður møguleiki at bíleggja ein granskara at halda fyrilestur fyri einum arbeiðsplássi, miðnámsskúlaflokki ella øðrum kring landið. Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum sigur, at tað er stórur áhugi um landið. Bogi Berg býr í Aalborg og íðkar fimleik við GymAalborg. Hann er við danska landsliðnum í Tapei í Taiwan til Universiade 2017, sum eisini verður kallað OL fyri lesandi. Tað er heimsins næststørsta ítrottartiltak, og 10.000 luttakarar úr 131 ymiskum londum eru við. Avrikini hjá Boga Berg hava verið góð. Hann er í ovastu 2 3 og bestur í danska hópinum á gólvi. Hann er bilsin av móttøkuni í Tapei, tí tey búgva so væl, og fleiri hallir eru nýbygdar til Universiade, og fólk koma rennandi yvir til íðkararnar og taka myndir av teimum. Umframt at føroyingar lurta nógv eftir útvarpi í meðal, vísir kanningin eisini, at føroysku miðlarnir dumpa, tá tað snýr seg um at røkka teimum ungu. Tey ungu frá 12 til 20 ár hyggja hvørki at sjónvarpi ella lurta eftir útvarpi, men brúka netið til at fáa tíðindi. Føroysku miðlarnir standa seg illa, tá tað snýr seg um at brúka platformarnar á teimum sosialu miðlunum, og tískil venda tey ungu sær heldur til útlendskar miðlar. Hoyr meira um kanningina, sum Eyðbjørt Skylv Midjord hevur gjørt í sambandi við spesialið sum eitt nú snúði seg um, hvar føroyski miðlabrúkarin fær tíðindi. Føroyamálsdeildin bjóðar út eitt diplomskeið í føroyskum í heyst. Eitt líknandi skeið varð bjóðað út fyrr, men hevur ikki verið tað seinastu árini, men nú verður tað gjørt aftur. Umsóknarfreistin til skeiðið er 4. septembur, og ein søkir umvegis heimasíðuna Setur.fo undir teiginum útbúgvingar , og har velur ein diplomskeið í føroyskum . Fyrradagin boðaði Dimmalætting frá, at alt tilfarið á Dimmalætting, sum er í sjálvum blaðnum, verður tøkt á netinum. Georg L. Petersen, blaðstjóri á Dimmalætting, greiðir frá týdninginum um, at mann sum miðil er tøkur á fleiri platformum. Høgni Reistrup, miðlafrøðingur, greiðir frá, hvørja ábyrgd og vansar og fyrimunir, tað kann hava, tá ungdómurin í størri mun fær tíðindi umvegis facebook og alnótini. Sýslumaðurin, grindaformenninir og onnur, sum plaga at fáa burtur av, tá grind er, søgdu tann rættin frá sær í gjár, so meira var at býta millum fólk, sigur Finnbogi Midjord, sýslumaður. Fríðin Ziskason sigur, at nú er kappingarførið hjá virkjunum betri, nú tey kunnu bjóða á uppboðssølu eins og skipini, sum virka makrelin umborð, altíð hava kunnað. Eyðun Olsen er ikki so tíðindafróður um keypið hjá Vestmanna Seafood í gjár ella um avtaluna millum Vestmanna Seafodd og Jókin, sum eigur Fram. Fakfelagið hjá føroyskum miðlafólki hartar nú Mentamálaráðið fyri ikki at virða almenna setanarpolitikkin, tí ráðið hevur sett eitt kunningarfólk í starv, fyribils í eitt ár, uttan at lýsa starvið leyst fyrst. Tá ein aðalstjóri byrjar at stigbenda grundprinsippið við argumentum sum, at her er talan um serligar uppgávur í avmarkað tíðarskeið, so er tíð at rópa varskó, sigur felagið og útgreinar Tað er ikki ein serlig uppgáva at vera kunningarfólk. Føroysk Miðlafólk hava í dag fleiri limir, sum arbeiða sum kunningarfólk. Uppgávurnar kunnu eisini vera tíðaravmarkaðar. Mentamálaráðið hevur í aktuella døminum sett eitt fólk í starv í eitt ár, uttan at nakar annar persónur hevur fingið møguleikan at bjóða seg fram. Harvið virðir ráðið ikki almenna setanarpolitikkin, stendur í yvirlýsingini frá felagnum Føroysk Miðlafólk. Vit spyrja Eydnu Skaale, retorikara, hví summi orð og nøvn hava størri týdning fyri okkum enn onnur Regin Dalsgaard, býlings og marknaðarstjóri hjá SMS, greiðir frá samlimerkjum og ágóðum til trúfastar kundar. Allan Dalsgarð, stjóri í ráðgevarafyritøkuni Savnað, greiðir frá marknaðarføring fyrr og nú, og at enda práta vit við Terje Sigurðsson, deildarleiðara hjá Kappingareftirlitinum, um eftirlit á økinum. Nógv ár við vánaligum rakstrarúrslitum, sum serliga eru komin av rognunum, sum nú eru steðgað, hava gjørt, at P f Fiskaaling hevur negativa eginogn. Tað verður sambært lógaruppskotinum gjørt soleðis, at landsstýrismaninum í vinnumálum sleppur at hækka partapeningin til yvirkurs soleiðis, at upphæddin, sum verður skotin inn í felagið, kann vera upp í níggju milliónir krónur Ætlanin er at selja 5.447 tons av makreli og 1.721 tons av botnfiski í Barensthavinum, 1.107 tons í russiska partinum og 614 tons í tí norska. Tey, sum eiga fiskiskip undir føroyskum flaggi, men ikki veiðiloyvi, ella føroyskt partafelag ella smápartafelag, sum skjalprógvar avtalu um, at ávíst fiskifar undir føroyskum flaggi fiskar keyptu kvotuna, skulu boða Vørn frá í seinasta lagi tríggjar viku frammanundan. Hann vísti á, at nýggja matvørulógin eggjar til nýskapan og íverksetan, tí krøvini ikki eru so strong sum tey hava verið til smærri framleiðarar. Varaumhvørvismálaráðharrin og landsstýrismaðurin umrøddu eisini avbjóðingar, sum veðurlagsbroytingar bera í sær og sum kunnu ávirka fiskastovnar. Poul Michelsen greiddi frá, at komandi fiskivinnunýskipanin fer at leggja lunnar undir betri gagnnýtslu av fiskatilfeinginum, tí alt skal til lands. Hetta fer at minka um burturkast og økja um framleiðsluna. Eisini kunnaði landsstýrismaðurin um føroyska búskapin og fólkavøksturin seinni árini. í tí sambandi umrøddu ráðharrarnir eisini møguleikarnar fyri øktum samhandli millum Føroyar og Japan. Tadahiko Ito og eg eru samdir um, at møguleikarnir fyri øktum samstarvi millum Føroyar og Japan eru stórir á nógvum økjum, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í skrivi. Landsstýrismaðurin skal á pallborðsfundi umrøða týdningin av og møguleikarnar fyri fjølbroytni í mati, millum annað við støði í serføroyska siðbundna ræsta. Í kvøld skal Poul Michelsen handað eina av norðurlendsku Embla matvirðislønunum, ið verða latnar á Ráðhúsinum í Keypmannahavn. Føroyingar eru tilnevndir til fleiri virðislønir. Kvantitativa kanningin, sum 1.295 miðnámsskúlanæmingar luttóku í, vísir, at tað eru serliga genturnar, ið uppliva trýst í miðnámsskúla árunum. Trýstið kemur frá skúlanum, har munandi fleiri gentur í mun til dreingir, stremba eftir høgum karakterum. Harafturat spæla sosialu miðlarnir eisini ein leiklut. Genturnar eisini kenna á sær, at tær skulu liva upp til vøkurleikakrøvini, sum eru at síggja á sosialu miðlunum. Umframt hetta vísti kanningin eisini, at næmingar á miðnámsskúlum við handaligum praktiskum fakum hava betri sálarheilsu enn næmingarnir á miðnámsskúlum við bara bókligum fakum. Tað eru serliga gentur, ið føla eitt trýst, og tað er bæði viðvíkjandi karakterum og idealum, siga tær báðar. Eisini er tað tabu at fáa minni góðan karakter, og tað er vanligt at stremba eftir góðum karakteri allatíðina. Vit áttu at tosa meira um hetta, og tað er týdningarmikið ikki at leggja í alt, siga Hanna og Barbara. Nú fyrstu virkini hava keypt fiskirættindi á uppboðssølu, ger Fiskimannafelagið vart við, at tað fer at seta fram endurgjaldskrav vegna manningarnar, um tær verða avroknaðar fyri minni enn marknaðarprís. Bæði Vestmanna Seafood og Pelagos, sum keyptu fiskirættindi í gjár, siga, at manningin á Fram, sum skal fiska makrelin hjá virkjunum, verður ikki við sviðusoð. Verður Fiskimannafelagið varugt við, at snildir verða nýttar, so avreiðingarvirðið, sum manningin skal avroknast eftir, ikki samsvarar við marknaðarprísin, fer felagið alt fyri eitt at krevja endurgjald fyri manningina, sum missir, skrivar felagið á heimasíðuni. Fiskimannafelagið heldur tað vera neyðugt alment at minna allar núverandi og komandi aktørar í fiskivinnuni á ófrávíkiligu grundregluna í býtissáttmálunum, sum felagið hevur við Føroya reiðarafelag og einstakar reiðarar. Henda grundregla sigur, at reiðarí og manning í felag hava ábyrgd av bæði at fáa sum mest av fiski til høldar og fáa bestan marknaðarprís fyri veiðuna, sum reiðarí og manning í felag eiga. Tað eru tvey sløg av menstruatiónskoppum, ein fyri kvinnur, ið hava átt børn, og ein fyri kvinnur, ið ikki hava átt børn. Koppurin kann sita í upp til 12 tímar, og ein skolar hann við lunkaðum vatni fyri at reinsa hann. Koppurin heldur í trý til fimm ár, men viðmælt verður at skifta hann títtari. Menstruatiónskoppurin er vistfrøðiligur og samlar blóðið uttan, at tað er í samband við undirlívið, so tískil er reinførið betri enn við eitt nú tampax. Hann ger ikki skaða á slímhindurnar í undirlívinum, sum tampax annars kann gera. Ein kann royna seg fram við koppinum, sigur Bjørghild Djurhuus, og um tað er nakað fyri ein, so vil hon viðmæla at brúka hann. Koppurin fer eisini at verða meira og meira nevndur, tá tosað verður um menstruatiónsmøguleikar. Astrið Gulborgardóttir er ein teirra, sum er ógvuliga glað fyri koppin, og hon greiðir stutt frá sínum royndum. Tað er eitt brot úr eini longri samrøðu, sum Hjørdis Kiara Zachariassen gjørdi fyri Røddina. Vit hoyra søguna Gummi Tarzan. Ole Lund Kirkegaard skrivaði og Pauli Nielsen týddi til føroyskt. Erling Eysturoy lesur og Jan Zachariasen var tøkningur. Vit hoyra bókina Gandakeppurin, sum Petter Lidbeck skrivaði og Jón Joensen týddi úr svenskum. Jóannes Dalsgaard lesur. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2009. Tá ið drongurin Mostafa fær fatur á einum gandakeppi, vendist lív hansara á høvdið. Knappliga dugir hann at svara øllum spurningum og eftir einum degi verður hann kendur í sjónvarpi. Vit hoyra bókina Lat eisini meg. Halldóra Dam hevur skrivað. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2013. Eyð Berghamar Jacobsen lesur. Blue Fashion Challenge byggir á tankan um at finna nýskapandi og burðardyggar rávørur til mótaheimin, har tilfeingið og ídnaður skulu vera í javnvág við náttúruna. Sniðgevarnir kappast um at gera nýggjar mótavørur, og leygardagin 26. august verður mótaframsýning, har ein vinnari verður kosin. Av teimum 11 sniðgevunum eru føroysku Sissal K. Kristiansen, Lissi B. Andreasen og Frida Poulsen. Jákup Sørensen, ráðgevi í NORA, sum saman við Fiskimálaráðnum og Norðurlendska Ráðharraráðnum skipar fyri Blue Fashion Challenge, greiðir frá kappingini. Lissi B. Andreasen og Iben Bergstrøm, luttakarar, greiða frá avbjóðingini, tær hava fingið. Verkstovan í Østrøm er opin fyri almenninginum hvønn dag fram til kl. 20.00, so øll kunnu fara framvið og síggja sniðgevarnar arbeiða. Vit hoyra nýggju bókina Skúlating Stinka. Hjørdis Heindriksdóttir týddi og Sofía Nolsøe Mikkelsen fer at lesa fyri okkum. Bókin snýr seg um Stinu, sum gongur í fjórða flokki. Hon ger altíð skúlating. Alt er í fínasta lagi, tá ið hon lesur hart heima, men í skúlanum fløkjast orðini, og alt verður so øgiliga trupult. Hevði pápin bara ikki verið í London, og um mamman bara hevði skilt, hvuusu trupult alt er. Tíbetur er tað ein, sum skilir, og sum dugir væl at leggja ætlanir, og tað er besta vinkonan, Tóna. Dánjal Tavsen ger ljóðmyndina. Hannibal og horvni hundurin er ein søga um ein hund, sum ikki er ein rættiligur hundur, ein ísmann, sum ikki er ein rættiligur ísmaður og um eina mammu, pápa og drong, sum gerast rættiligir detektivar. Kim Fupz Aakeson skrivaði. Borghild Sjúrðarberg týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Nám góvu út í 2008. Elin á Rógvi lesur og Leivur Thomsen ger ljóðmyndina. Søgan er í sjey pørtum. Arbeiðsloysi í Norðuroyggjum var í juli 1,3 prosent, og í Eysturoynni er tað 1,4 prosent. Hinvegin var arbeiðsloysi 6,5 prosent í Suðuroynni. Ein orsøk er uttan iva eldsbrunin á uppsjóvarvirkinum Varðanum Pelagic tann 9. juni, har virkið brendi niður, sigur Hagstovan á heimasíðuni. Avgerð er tikin um at seta eitt felags leiðslutoymi fyri alt sjúkrahúsverkið, har sjúkrahússtjórin fyri Landssjúkrahúsið verður forstjóri, stendur í tíðindaskrivi frá Heilsumálaráðnum. Bygnaðurin frameftir verður eitt leiðslutoymi við einum ovasta leiðara, sum verður forstjóri fyri alt sjúkrahúsverkið, og við tveimum stjórum, sum, umframt at hava dagligu lokalu leiðsluna um hendi, eisini vera stjórar fyri samlaða sjúkrahúsverkið. Stjóratoymið ger sínamillum greitt ábyrgdarbýti. Starvið sum sjúkrahússtjóri á Landssjúkrahúsinum, verður lýst leyst til setan skjótast gjørligt og í seinasta lagi 1. januar 2018, sæst í tíðindaskrivinum frá heilsumálaráðnum. Alpha Pilot, sum avloysti Sam á Kalsoyarleiðini, er tikin úr sigling, tí Sjóvinnustýrið hevur gjørt Strandferðsluna varuga við, at loyvi hjá Alpa Pilot at flyta ferðafólk, er útgingið. Tað váttar Jóhan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari á Strandferðsluni. Tí verður Silja Star nú sett inn í siglingina á Kalsoyarleiðini, til Sam verður aftur. Sam stendur á beding í Havn, tí hann fekk skaða, tá ein stakkari koyrdi um borð. Ein stakkari verður brúktur til at stápla bingjur við. Sam verður væntandi aftur í sigling leygardagin, sigur Jóhan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari á Strandferðsluni. Vørn seldi 5.447 tons av makreli og 1.721 tons av botnfiski í Barensthavinum, 1.107 tons í russiska partinum og 614 tons í tí norska. Norðborg keypti 1500 tons, Næraberg 1000 tons, Borgarin 1000 tons, Fram 850 tons, Høgaberg 700 tons, Norðingur 300 tons og Tummas T keypti 97 tons. Vørn seldi eisini 1107 tons av botnfiski í russiska partinum av Barentshavinum. Akraberg keypti 937 tons og Gadus keypti 170 tons. Sjúrðaberg keypti øll 614 tonsini av botnfiski í norska partinum av Barentshavinum. Meðalprísurin fyri botnfiskin í Barentshavinum var í báðum føri 3,01 krónur fyri kilo, og botnfiskurin varð tí seldur fyri tilsamans 5,2 milliónir krónur. Fiskimálaráðið fer at selja tilsamans 121 túsund og 315 tons av fiski á uppboði á átta uppboðssølum í august og september. Nógv tað mesta er uppsjóvarfiskur, sild, svartkjaftur og makrelur, og 2827 tons eru botnfiskur í Barentshavinum. Vørn stendur fyri teimum fýra afturlatnu uppboðssølunum, sum vera hildnar hósdagar, og Fiskamarknaðurin stendur fyri teimum opnu uppboðssølunum, sum verða hildnar týsdagar. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur tikið avgerð um, at sjúkrahúsverkið skal hava ein felags forstjóra, og tað skal vera stjórin á Landssjúkrahúsinum. Avgerð er tikin um at seta eitt felags leiðslutoymi fyri alt sjúkrahúsverkið, har sjúkrahússtjórin fyri Landssjúkrahúsið verður forstjóri, stendur í tíðindaskrivi frá Heilsumálaráðnum. Bygnaðurin frameftir verður eitt leiðslutoymi við einum ovasta leiðara, sum verður forstjóri fyri alt sjúkrahúsverkið, og við tveimum stjórum, sum, umframt at hava dagligu lokalu leiðsluna um hendi, eisini vera stjórar fyri samlaða sjúkrahúsverkið. Stjóratoymið ger sínamillum greitt ábyrgdarbýti. Og í dag lýsur Heilsumálaráðið eftir forstjóra og stjóra til Landssjúkrahúsið. Í starvslýsingini stendur millum annað, at forstjórin skal hava yvirskipaðu umsitingarligu leiðsluna av sjúkrahúsverkinum og at vera sambindingarlið millum Heilsu og innlendismálaráðið og sjúkrahúsverkið, hava rætt og skyldu at taka stig á øllum økjum í sjúkrahúsverkinum, og hava endaligu ábyrgdina av rakstrinum av sjúkrahúsverkinum mótvegis Heilsu og innlendismálaráðnum. Starvið sum sjúkrahússtjóri fyri Landssjúkrahúsið og forstjóri fyri Sjúkrahúsverkið verður lønt sambært 39. lønarflokki hjá tænastumonnum umframt eina tíðaravmarkaða mánaðarliga ikki eftirlønargevandi ábyrgdarviðbót. Eftirlønargjaldið er 15 . Møguleiki er eisini fyri tíðaravmarkaðari setan við áramálsviðbót. Tey, sum tosa fyri føroyskari stjórnarskipan vísa millum annað á, at ein tílík kann virka fyri at menna eina stjórnarrættarliga mentan í Føroyum og at hetta einans hevði verið ein endurspegling av, at føroyingar hava eina sterka fatan av Føroyum sum eitt samfelag og føroyingum sum eitt fólk ið tørvar ein felags grundvøll. Víst verður eisini til dømi aðrastaðni um landslutir og undirstatsligar eindir, sum ikki hava fullveldi, men sum kortini hava grundlógir ella stjórnarskipanir. Mótstøðufólkini vísa millum annað á, at stjórnarskipanin ikki samsvarar við donsku grundlógina, heimastýrislógina og at verksetingin, soleiðis sum hon nú sær út, ger seg inn á verandi stýrisskipanarlóg og tingskipanina. Serliga er tað setningurin um, at alt vald í Føroyum kemur frá føroyska fólkinum, sum er umstrítt, tí hvussu kunnu føroyingar hava valdið, tá ið føroyingar ikki hava yvirtikið týdningarmikil málsøki, til dømis dómsvaldið. Hesir og mangir aðrir spurningar vera ivaleyst umrøddir í eini komandi tingviðgerð og ivaleyst eisini, tá ið valstríðið upp undir fólkaatkvøðuna komandi ár tekur seg upp. Uppskotið um Stjórnarskipan Føroya er til almenna hoyring til í morgin. Tað kann lesast her. Nú 500 ár eru liðin síðan Trúbótina, hevur Eyð Matras skrivað ein leik um konu Martin Luther, Katharinu von Bora, sum millum annað var bryggjari. Eisini teknirøðin um lívið hjá Luther, og ætlanin um at lata fleiri av okkara kendastu sálmum í nýggjan ham eru á skránni. Vit tosa við Birgir Kruse og Gudmund Mortensen. Nú Kommunuskúlin í Havn verður umbygdur til lestraríbúðir, hevur Tórshavnar býráð samtykt, at partar av fyrrverandi skúlanum skulu hýsa mentanarligum virksemi burturav. Vit hitta Gunnvør Balle, forkvinnu í Mentamálanevndini, eftir kl. 16, og eisini kom Arina Bischoff kórsangari og nevndarlimur í kórsambandinum á gátt. Runavíkingurin Hans Andrias Midjord situr á triðja degi við pokerborðið í Barcelona, har 50 milliónir eru upp á spæl í hesum døgum. Tað er longu nú greitt, at hann kemur at vinna nakrar tíggjutúsund krónur. Lp plátur eru aftur vorðnar vælumtóktar, og alsamt fleiri føroyskir tónleikarar geva sín tónleik út á vinyl. Ein tann nýggjasta føroyska LP in er við Elinborg Pálsdóttir, sum hevur útgávukonsert. Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur, sigur, at enn ber ikki til at siga, um springaradráp er burðardygt, tí eingin stovnsmeting er gjørd. Hoyringarfreistin til uppskotið um stjórnarskipan er á middegi í dag. Síðan á Ólavssøku hevur verið gjørligt at gera viðmerkingar til uppskotið. Tá ið freistin er farin í dag, skal støða takast til, um uppskotið skal tillagast við støði í viðmerkingum frá einstaklingum, stovnum og áhugafelagsskapum, segði løgmansskrivstovan fyrr í vikuni. Eftir ætlan verður fólkaatkvøðan um stjórnarskipanina á flaggdegnum tann 25.apríl 2018, og av tí at uppskotið skal vera samtykt hálvt ár áðrenn atkvøðuna, skal tað verða endaliga samtykt í løgtinginum í seinasta lagi 25. oktober í ár. Upprunaliga metti landsstýrið, at skipið fór at kosta 215 milliónir krónir at byggja, men tá tilboðini at byggja skipið vórðu latin upp, var kostnaðurin munandi hægri. Fiskimálaráðið gjørdu sáttmála við Mest um at byggja skipið fyri góðar 264 milliónir krónir, men landstýrið vildi hava ymiska eyka útgerð umborð á skipi, sum til dømis ið kann gera 3D myndir í sambandi við fiskikanningar, útgerð, ið kann kortleggja havbotnin, og seismiska útgerð. Eisini skal løgtingið taka støðu til, um tað skal lata eina eykajáttan á 22 milliónir krónur til byggingingina av skipinum, tí sambært lógini, fáa skipasmiður átta prosent av kostnaðinum afturgoldið í skipasmiðustuðli frá landinum. Vinnumálaráðið søkir eisini um eykajáttan. Vinnumálaráðið biður um níggju milliónir krónir í eykajáttan til Fiskaaling. Hetta fyri at varðveita lívfiskastøðina á almennum hondum. Høvuðsuppgávurnar hjá stjóranum eru at ráðgeva og fyrireika nevndarfundir, leiða og samskipa stápseindirnar, hvørs høvuðsuppgávur eru at veita dótturfeløgunum tænastur í fígging, KT, HR, marknaðarføring og ráðgeving, stendur í lýsingini. Stjórin skal í tøttum samstarvi við leiðslurnar í dótturfeløgunum Betri banka, Betri trygging og Betri pensjón tryggja, at samtakið setur og støðugt hevur røttu framtíðarkósina. Harafturat stendur í lýsingini, at Betri samtakið er í eini menningartilgongd, sum stjórin kemur at mynda og hava høvuðsábyrgdina av. Fríðrik Petersen varð borin í heim 22.apríl 1853 á Saltnesi og hann doyði á Frederiksberg 26.apríl 1917 Hann var próvstur á Nesi, hann yrkti, týddi og hann var politikkari og hann var við at stovna Sambandsflokkin í 1906 Hann gav okkum á okkara móðurmáli Faðir Vár og hann yrkti Tíðin rennur sum streymur í á, Gleðilig jól, Deyði Hvar er nú broddur tín, Hvat kann røra hjartastreingir, Eg oyggjar veit. Jákup Reinert Hansen, lektari í kirkjusøgu sigur frá. Tað er ungdómurin í City Church, Elevation, sum skipari fyri. Andrew Bandara og Eirikur Johannesen vóru í Summarmorgni og greiddu frá hesum heldur øðrvísi tiltakinum, sum teir ætla at brúka til ein film. Øll eru vælkomin við, og tey fáa posar við hesum pulvurinum í, tá tey koma. Tey trý fólkini, sum Mentamálaráðið setti, sum fyribils leiðslu á Sernámi, halda fram tað, ið eftir er av árinum. Stjórin á Sernámi er framvegis sjúkramelda, og hon fer ikki aftur í stjórastarvið á Sernámi, tá sjúkrameldingin er liðug. Tá fer hon í starv í Mentamálaráðnum, sigur Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum. Nógv tos hevur verið um, at samfelagsfrøði átti at staðið á tímatalvuni. Tað ger tað nú. 7. flokkur í Eysturskúlanum hevði sín fyrsta tíma í samfelagsfrøði í dag, og tey vóru sera spent. Jóhanna Eidesgaard, Yngva Sigurdsdóttir Lamhauge og Femja Restorff Olsen ganga allar í 7. flokki, og tær lótu sera væl at. Rannvá Skeel Johannesen, lærari, var eisini spent at hava fyrsta tíma við 7. flokki í samfelagsfrøði sum sjálvstøðug lærugrein. Tó hevur Rannvá undirvíst í samfelagsfrøði í søgu undirvísingini áður. Ætlar tú tær yvir um hav at royna at fóta tær innan skapandi vinnur í Los Angeles í Kalifornia, so er nú hjálpa at fáa hjá føroyingum og øðrum norðurlendingum. Talan er um eitt slag av norðurlendskari sendistovu fyri skapandi vinnur, sum skal halda til í hjartanum á heimsins undirhaldshøvuðsstaði nærri útgreiðnað á Hollywood Boulevard. Tað er ikki lætt at fóta sær í Los Angeles, ið er ein risastórur býur. Tað er skjótt at detta burtur ímillum. Nordic Space er ein roynd at geva norðurlendingum, sum velja at royna eydnuna í Los Angelsen, eina bleyta lending, greiðir Kristian Riis, ið hevur felagið Volcanu, frá. Kristian Riis vil gjarna í samband við føroyingar, sum starvast innan skapandi vinnur, og bjóða teimum at vera við, eitt nú fólk sum arbeiða við filmi, sjónleiki, tónleiki, sniðgeving og so framvegis. Men eisini meira siðbundnar vinnur, sum hava ørindi í Los Angeles, eru vælkomin at brúka nýggju norðurlensku sendistovuna í LA. Tankin er, at Nordic Space skal vera eitt stað, sum savnar og deilir vitan um, hvussu ein fótar sær best og skjótast innan skapandi vinnur í LA, so fólk ikki byrja fullkomiliga á berum, tá tey koma til LA. Hetta ger møguleikarnar hjá fólkum betri at fáa mest møguligt burtur úr íløguni, sum tað er at royna eydnuna í Los Angeles, sigur Kristian Riis. Uni Leitisstein Hansen hitti Kristian Riis á ársins Roskilde festivali til eitt prát um Nordic Space. Hoyr samrøðuna undir myndini. Flest øll royna at hava góðan og sømiligan atburð hvønn dag, har vit ikki nýta harðskap. Men hví dámar okkum so at hyggja at einum boksidysti Suni Poulsen, sálarfrøðingur, sigur, at ein boksidystur gevur okkum samband við okkara innara primitivu kenslur, har aggressiónir eisini eru ein partur av tí. Tískil kennist tað gott, at eitt nú hyggja at einum boksidysti. Eftir viðlíkahaldið seint í gjárkvøldið varð staðfest, at ein pakningur var farin í nasahjólinum á flogfarinum, ið nevnist Elinborg. Eisini flogferðirnar úr ávíkavist Bergen á døgurða og Billund seinnapartin eru fyribils útsettar. Nærri kunning um hesar báðar flogferðirnar verður klokkan eitt, stendur á heimasíðuni hjá flogfelagnum. Kristina Gry Berg, sum er dagligur leiðari á kunningarstovuni í Fuglafirði, sigur tó, at skráin so at siga er komin uppá pláss, og tað eru nógv mentanartilboð at fara til. Hóast skráin í ár fevnir um fýra dagar, móti heilari viku seinasta ár, er hon ikki minni fevnandi og nógv verður at fara til, fyri flest allar áhugabólkar. Eitt serligt tilboð til mentanardagarnar, er tónleikatilboðið Puls, sum virkar fyri at menna live tónleikin í Norðurlondum, soleiðis at skilja, at ein føryskur tónleikari bjóðar einum norðurlendskum tónleikara at hava konsert saman við sær. Nøvnini, sum eru við til mentanardagarnar í Fuglafirði eru Konni Kass og Anders Riis, Orka og TM 404 og Eivør og Sóley. Tá vit tosaðu við løgtingsformannin, Páll á Reynatúgvu, fyri tingfundin í dag, hevði hann ikki sæð uppskotið á Løgtingsskrivstovuni. Føroyska stjórnarskipanin fær ongan rættarvirknað ella bara avmarkaðan rættarvirknað, har sum hon ikki er í samsvari við grundlógina, heimastýrislógina og yvirtøkulógina. Lars Løkke Ramussen biður um, at stjórnin verður kunnað, um arbeiðið við stjórnarskipanini ger, at ivi verður um stjórnarskipanarligu støðu Føroya. Løgmálaráðið sigur í sínum uppriti, at soleiðis sum uppskotið nú er orðað, er ætlanin, at grundlógin framvegis verður galdandi í Føroyum. 15 løgtingsfólk heittu á løgtingsformannin um at kanna lutin hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, tá veiðiloyvi vórðu flutt frá línuskipum til uppsjóvarskip, og um Aksel V. Johannesen, løgmaður, røkti eftirlitsskyldu sína við landsstýrismanninum á fullgóðan hátt í tí sambandi. Sólgerð Andreassen, fyriskipari er sera fegin um at so nógvir harmonikuspælarar taka undir við hesum tiltaki. Umframt nógvu føroysku harmonikuspælararnar, er eisini gestir komnir úr Íslandi og Noregi. Morgunsendingin er í Mentanarhúsinum og tosa verður við Knut Ivar Bøe, harmonikuleikara úr Noregi og tosað verður eisini við fyriskiparan, Sólgerð Andreassen. Tað sigur Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum, sum er ein av fleiri fakfelagsformonnum, sum finnast at Mentamálaráðnum fyri at hava brotið almenna setanarpolitikkin og sáttmálarnar á økinum. Átta fakfeløg hava mótmælt, at Mentamálaráðið hevur sett fólk í tíðaravmarkaði størv, uttan at størvini hava verið lýst leys. Í einum felags skrivi frá sjey av fakfeløgunum stendur millum millum annað Undirritaðu fakfeløg, sum hava sáttmálar á almenna arbeiðsmarknaðinum ávara ímóti eini gongd, sum kann undirgrava landsins starvfólkapolitikk, sum millum annað hevur til endamáls, at skapa tryggleika og gjøgnumskygni kring almennar starvssetanir. Súni Selfoss vónar, at mótmælini frá fakfeløgunum føra við sær, at tað almenna fer at virða almenna setanarpolitikkin og sáttmálarnar á økinum. Kappingin í deadlift er millum fýra av Føroya sterkastu monnum, og millum annað er Bjarni Nielsen, Føroya sterkasti maður við. Endamálið er at seta persónligt met, og setur Bjarni Nielsen persónligt met, verður tað eisini eitt nýtt føroyskt met. Síðani verður skipað fyri eini kapping í tryggum umstøðum fyri øll tey, ið hava hug at hava lyfta. Hetta er millum kl. 02.00 og 04.00, og kl. 04.00 verður stóri dysturin millum Mayweather og McGregor, ið hevur fingið nógva umrøðu, vístur. Norðlýsið og Atlantis skipa í felag fyri tiltakinum. Jóhan L tzen og Bjarni Nielsen greiddu frá í Summarmorgni. Bjørn á Heygum og Christian Andreasen eru ósamdir um, hvørt ein føroysk stjórnarskipan kann hava eitt virði fyri føroyska samfelagið. Teir eru tó samdir um, at avbjóðingarnar við verandi stjórnarskipanaruppskoti eru býttar í tvey. Í fyrsta lagi má innihaldið í stjórnarskipanini samsvara við aðrar galdandi lógir, eitt nú donsku grundlógina, heimastýrislógina og yvirtøkulógina. Í øðrum lagi, má sjálvt arbeiðið og tilgongdin verða í trá við galdandi stýriskipanarlóg frá 1994 og við tingskipanina, fyri at stjórnarskipanin skal kunna setast í verk. Heilsu og innlendismálaráðið hevur gjørt av at seta Ronnie Midjord, sjúkrahússtjóra á Suðuroyar Sjúkrahúsi, sum virkandi sjúkrahússtjóra á Landssjúkrahúsinum frá 1. september 2017 at rokna og til nýggjur stjóri er settur í starv. Meðan Ronnie Midjord røkir starvi sum sjúkrahússtjóri á Landssjúkrahúsinum verður starvið sum sjúkrahússtjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi røkt av øðrum starvsfólki á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Fyrrverandi stjórin í Gigni segði seg úr starvi pr. 1. juli í ár, og stovnurin Gigni er nú umsitingarliga lagdur undir Heilsutrygd. Stjóri á Heilsutrygd, Egil á Bø, er settur sum fyribilsstjóri í Gigni, og ein royndur heilsufrøðingur er settur sum fakligur leiðari í Gigni. Men enn er ógreitt, nær og um lýst verður eftir nýggjum stjóra. Tí sambært Heilsumálaráðnum skal støða í næstum takast til, um stjórastarvið skal lýsast leyst av nýggjum, ella um bygnaðarligar broytingar møguliga skulu fremjast í Gigni. Tað sæst í notati frá aðalstjóranum í Heilsumálaráðnum til landsstýriskvinnuna í heilsumálum um fyribilsfrágreiðingina frá Landsgrannskoðanini um ivasom umsitingarlig viðurskifti á stovninum . Orsøkin til bygnaðarbroytingarnar er bæði, at stovnurin tykist umsitingarliga veikur, og at Heilsumálaráðið hevur sett gongd á arbeiðið við heilsunýskipanini. Hetta arbeiðið fevnir millum annað um umskipa primeru heilsutænasturnar, tað vil siga heilsutænastur uttanfyri sjúkrahúsini. Tænasturnar, sum Gigni veitur, eru eisini við í hesum umskipanararbeiðnum, sigur Sirið Stenberg. Tað er tí í løtuni ógreitt, hvat eru fyri ivasom og ógreið viðurksifti, sum Landsgrannskoðanin finnst at í fyribilsfrágreiðingini, sum stovnurin sendi til Heilsu og innlendismálaráðið 28. februar í ár. Fíggjarmálaráðið, sum umsitur málið, tí landsstýriskvinnan í Heilsumálum metti seg verða ógegniga, vil ikki gera viðmerkingar til hvørki fyribilsfrágreiðingina frá Landsgrannskoðanini ella uppsøgnina hjá fyrrverandi stjóranum í Gigni, Bjartu Vilhelm, fyrr enn endaliga frágreiðingin frá Landsgrannskoðanini er tøk. Útvarpið hevur biðið um innlit í frágreiðingina, og Fíggjarmálaráðið sigur, at ráðið viðgerð hesa umbønina í løtuni. Landsgrannskoðanin er ikki fevnt av lógini um innlit, og kann tí ikki veita innlit. Í fyrbilsfrágreiðingini vísur Landsgrannskoðanin á fleiri ógreið og ivasom viðurskifti í umsitingini hjá Gigni, sum stjórin og varastjórin hava havt um hendi. Tað skrivar aðalstjórin Turid Arge í notati, sum útvarpið hevur fingið. Tí í frágreiðing hjá Landsgrannskoðanini um frávik millum játtan og nýtslu hjá almennum stovnum í fíggjarárinum 2016 stendur, at Gigni í fíggjarárinum 2016 bert hevur brúkt 18.000 krónur meira enn játtanin er. Játtanin var sambært Landsgrannskoðanini 12.871.000 krónur, og meirnýtslan er 18.000 krónur. Talan kann tó verða um viðurskifti sum eru hend áðrenn hetta ella eftir 1. januar 2017, men áðrenn 28. februar 2017. Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum sigur, at umstrídda starvið sum kunningarráðgevi í Mentamálaráðnum eigur at verða lýst leyst. Aðalstjórin í Mentamálaráðnum sigur, at Lønardeildin hevur góðkent, hvussu starvið skal lønast, og at setanin stendur við. Rumblið um setanina av einum kunningarráðgeva í Mentamálaráðnum stendur við og versnar. Kringvarpið hevur søkt um innlit í málið bæði hjá Lønardeildini og Mentamálaráðnum fyri at fáa størri greiðu á, hvat er farið fram og ikki. Vit hoyra her báðar partar, Jan Mortensen, stjóra á Lønardeildini og Poul Geert Hansen, aðalstjóra í Mentamálaráðnum. Í fjør vár bað Fíggjarmálaráðið nevndina um at lýsta stjórastarvið av nýggjum, tí Ólavur Rasmussen, sum eisini er formaður í grunninum, var tann einasti umsøkjarin, og sum eftir ætlan skuldi lønast við 50.000 krónum um mánaðin. Í apríl í fjør bað næstformaðurin í grunninum, Kristian Holbæk Kristensen, Fíggjarmálaráðið um loyvi at lata Ólavi Rasmussen, formanni, fáa 35.000 krónur um mánaðin í løn, umframt pensjón, tí formaðurin hevði nógvar leiðsluuppgávur at taka sær av, til nýggjur stjóri er settur. Fyrr í summar varð søkt eftir stjóra til mentanarhúsið, Salt, á Drelnesi í Suðuroy. Freistin at søkja var úti 17. august. Tann dagin segði Bárður Larsen, løgfrøðingur, við in.fo, at fimm umsóknir vóru til starvið. Nevndin fyri Salt er setanarnevnd til stjórastarvið, men hon valdi at knýta Bárð Larsen afturat sær sum fakligan ráðgeva. Landsstýrismálanevndin riggar ikki, og í hevur Jógvan Skorheim sent formansskapinum í løgtinginum bræv við áheitan um at velja nevndina av nýggjum. Bjørn á Heygum, løgfrøðingur, sum var við til at gera stýrisskipanarlógina, heldur, at tað eru aðrir møguleikar at fáa landsstýrismálanevndina at virka betur, enn at geva skarvin yvir. Hann heldur, at tað er eitt víðgongt stig av formanninum í landsstýrismálanevndini, Jógvani Skorheim, at leggja frá sær sum formaður, og at biðja um, at nevndin verður vald av nýggjum. Bjørn á Heygum mælir í staðin til at koma við einum uppskoti um at broyta tingskipanina, so landsstýrismálanevndin fær størri heimildir. Aksel V. Johannesen, løgmaður, heldur, at svarið úr Danmark um stjórnarskipan bendir á, at Sambandsflokkurin kann taka undir við uppskotinum. Í dag var seinasta freist at gera viðmerkingar til stjórnarskipanaruppskotið, sum hevur verið til almenna hoyring síðani á ólavsøku. Í Danmark hevur seinastu vikuna verið nógv kjak um fiskivinnuna, síðan Ríkisgrannskoðanin 16. august almannakunngjørdi eina frágreiðing um, hvussu donsku kvoturnar eru blivnar miðsavnaðar á alsamt færri hondum. Beinleiðis í stríð við ynski hjá Fólkatinginum eru kvoturnar blivnar miðsavnaðar á alsamt færri hondum, hjá teimum sokallaðu kvotakongunum , uttan at embætisverkið hevur gjørt nakað við málið. Sosialistiski Fólkaflokkurin SF ætlar at leggja fram ein sokallaðan opinleika pakka , sum skal tryggja, at embætisfólk ikki altíð nýtast at gera, sum ráðharrar vilja. Eisini skal tað vera lættari hjá embætisfólkum at varskógva um óreglusemi, og skula embætisfólk kunna luttaka í hoyringum í Fólkatinginum. Tað gerst alsamt truplari at vita, nær ráðharrar siga satt ella ósatt. Esben Lunde fyrrverandi fiskivinnuráðharri broytti støðu 17 ferð í málinum um kvotakongarnar, sigur Jacob mark, formaður í tingbólkinum hjá SF. Við opinleika pakkanum verður lættari hjá embætisfólki at varskógva, um tey uppliva, at ráðharrar føra seg fram sum lítlar kongar og ikki vilja fylgja reglunum, sigur Jacob Mark. Uppskotið hjá SF fær stuðul frá bæði danska Javnaðarflokkinum, Frælslyntu Samgonguni Liberal Alliance og Danska Fólkaflokkinum, skrivar DR. Tá persónurin var handtikin, fann løgreglan eisini eitt sonevnt knúgvajarn á manninum. Eitt knúgvajarn er eitt slag av handska úr jarni, sum kann vera brúkt til harðskap. Eg havi ongantíð skilt tað soleiðis, at evsta ábyrgdin fyri alt Sjúkrahúsverkið skuldi vera í Havn. Heldur havi eg skilt tað soleiðis, at leiðarin á Landssjúkrshúsinum skuldi hava ábyrgdina av at loysa teir trupulleikar, sum menningarætlanin vísir á. Tað, at evsta ábyrdin hevur verið á staðnum, er eftir mínari meting orsøkin til, at Klaksvíkar Sjúkrahús er tað, tað er. Um evsta ábyrdin ikki var í Klaksvík men hjá stjóranum í Havn so rokni eg ikki við, at sjúkrahúsið sá soleiðis út, sum tað ger í dag. Tað var klokkan 20 í gjárkvøldið, at tað var farið úr bygdini. Síðan var sigið alla náttina. Tá tað er blivið ljóst, kemur ein bátur, sum fongurin verður blakaður niðurí. Umleið middag eru fólkini komin aftur í bygdina. Fróðskaparsetur Føroya og Universitetið í Keypmannahavn skipa fyri einari landslagskanning, hvørs endamál er at finna út av, hvat meinigi føroyingurin heldur um náttúruvirðini í føroyska landslagnum, og framtíðar menning av landinum. Vit frætta nærri um gongdina í kanningini. Hóskvøldið vóru fýra Embla Nordic Food Awards virðislønir latnar í Keypmannahavn. Føroyingar vunnu ikki færri enn tríggjar teirra. Ein av vinnarunum kemur á gátt. Gudstænasta sunnudag er ikki nakað forkunnugt sum so, men sunnudagin verður gudstænasta á Slættanesi. Vit práta við fyriskipara um tiltakið. Finalan um løgmanssteypið er leygardagin, og hon fer at seta dám á serliga seinna tíman í sendingini í dag. Vit hava verið til rekkjukoyring við Guliganz, og vit vitja eisini í B36 leguni eins og vit eisini tosa við mest umrødda málverjan hesa vikuna Tórður Thomsen, sum er leikbannaður til finaludystin. Og vit hitta eisini ein trúfastan B36 fjeppara, og spyrja, hvat hon fer at gera leygarkvøldið, tá finalan er. Nógv bendur á, at tað er serliga fjepparar hjá B36 og NSÍ, sum hava keypt sær atgongumerki í góðari tíð. Tí á eystaru langsíðuni, har fjeppararnir sita, er næstan útseld. Mentamálaráðið ásannar nú, at tað var ikki í lagi at seta eitt kunningarfólk í starv í eitt ár, uttan at starvið varð lýst leyst frammanundan. Í fráboðan sigur Poul Geert Hansen, aðalstjóri, sum alla vikuna annars hevur vart setanina, at ráðið nú fer at bera so í bandi, at hendan setanin heldur seg innan fyri karmarnar í sáttmnálanum. Akademikarasáttmálin loyvir tríggjar mánaðar setan uttan at størv verða lýst leys. Starvið verður nú broytt til tríggjar mánaðir, og síðani skal starvið lýsast leyst, sigur aðalstjórin, sum harmast um óneyðuga rumblið, ið verið hevur, stendur í fráboðanini. Fólk í hundraðtúsundatali gingu í gjár mótmælisgongu í miðbýnum í Barcelona og mótmæltu álopinum, sum hernaðarligir islamistar framdu 17. august. 15 fólk lótu lív. Í mótmælisgonguni vóru Filip kongur og Mariano Rajoy, forsætisráðharri, saman við borgarum, bjargingarfólki og handilsfólki, ið lupu til at hjálpa teimum, sum fingu skaða í álopinum, tá ein vøruvognur koyrdi á fólk á La Rambla høvuðsgøtuni í Barcelona. Barcelona er høvuðsstaður í Katalonia, og har verður fólkaatkvøða í oktober mánað um sjálvstýri, men myndugleikarnir í Madrid ikki vilja góðkenna fólkaatkvøðuna. Monsunregnið í Landsynningsasia hevur lagt ein triðing av Bangladesh undir vatn. Har búgva 163 milliónir fólk, og ST sigur vatnflóðina vera ta ringastu, ið verið hevur seinastu tíggju árini, skrivar Reuters Í minsta lagi 1200 fólk eru deyð serliga í India, har 850 fólk hava latið lív seinastu tveir mánaðirnar. Av teimum eru 379 fólk deyð seinastu tveir dagarnar. Monsunregnið er frá juni til september í India, Nepal og Bangladesh, men í ár hevur tað verið verri enn vanligt. Fleiri hundað túsund fólk hava mist hús og heim, tey hava hvørki mat ella reint drekkivatn og vandi er fyri umfarssjúkum. Í Danmark eru bardagar millum ymisk brotsmannalið vorðin vanligari, serliga í Keypmannahavn. Ofta eru vápn uppi í leikinum, og tað hendir meira enn so, at fólk liggja eftir á. Hesi bandakríggini skulu nú granskast, og tí hevur Søren Pind, granskingar og útbúgvingarmálaráðharri, biðið um, at 20 milliónir krónur verða settar á komandi donsku fíggjarlógarlógina til tað, sum nevnt verður undan avrik , tvs. at granskast skal, hví børn og ung koma sær uppí hesi harkalið, og hvussu tað kann fyribyrgjast, skrivar Berlingske. Tær 20 milliónir krónurnar eru partur av eini meirjáttan uppá 400 milliónir krónur á donsku fíggjarlógini næsta ár fyri at røkka politiska endamálinum, at Danmark skal brúka í minsta lagi eitt prosent av bruttotjóðarúrtøkuni til gransking og menning. Vit skulu hava gransking, sum kann vísa á, hvat gerast skal við barnafamiljur, sum ikki virka, og eru við til at klekja tey, sum fara upp í brotsmannaliðini, sigur Søren Pind við Berlingske. Uppskotið um, at Kommunala eftirlitið skal eisini hava møguleika at seta tiltøk í verk móti kommunalum samstørvum, er komið aftur í tingið. Uppskotið um lógarbroytingina kom eftir, at Løgtingsins umboðsmaður og Innlendismálaráðið funnust hvassliga at stýrinum fyri Økistænastuna í Sandoyar sýslu, tá tað setti leiðara í 2015. Hóast Innlendismálaráðið fanst at stýrinum, fekk tað einki gjørt, tí lógin hevur sum er onga heimild til at fara eftir kommununalum samstørvum, bara eftir einstøkum kommunum. Innlendismálaráðið, har sum Kommunala eftirlitið, kann sambært lógaruppskotinum ógilda avgerðina hjá einum kommununalum samstarvi, fyribils taka avgerðina av, áleggja kommunustýrislimum tvingsilssektir og saksøkja eftir endurgjaldi, um Innlendismálaráðið ikki góðtekur eina avgerð hjá kommunalum samstarvi. 87 milliónir krónur av teimum 113,5 milliónunum skulu nýtast at leggja út, til gerðarrætturin hevur tikið støðu til krøvini frá Landsverki móti TG Verki og tryggingarfelagnum AXA. Hetta ger, at tað er ivasamt, um Landsverk fær viðhald í øllum sínum krøvum, so landið fær allar tær 87 milliónirnar aftur, stendur í viðmerkingunum til uppskotið. Í uppskotinum um eykajáttan, sum eisini er lagt fyri tingið, eru 50 milliónir krónur settar av til fíggjarligt útlegg, so skúlin í Marknagili verður gjørdur liðugur, hóast gerðarrættarmálið ikki er avgreitt. Landsverk sigur í einum uppriti til Mentamálaráðið, at tað er ikki sannlíkt, at gerðarrætturin kemur til nakra niðurstøðu, áðrenn skúlin verður tikin í nýtslu á sumri í 2018. Talan er um undirvísingaramboð til teknisku útbúgvingarnar. Glasir heldur ikki, at amboðini í gamla Tekniska skúla í Havn kunnu nýtast í nýggja skúladeplinum. Sostatt hækkar verklagslógin 113,5 milliónir krónur, og skúladepilin í Marknagildi verður nú mettur at kosta tilsamans 636,5 milliónir krónur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir í Fólkaflokkinum vil hava at vita frá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum, hvussu nógvir seingjardagar eru á hvørjum av teimum trimum sjúkrahúsunum. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir spyr, hvussu nógvar innleggingar eru á teimum ymisku deildunum á sjúkrahúsunum um árið, hvussu stórt ambulanta virksemið er, og hvussu nógv koma á skaðastovuna á teimum trimum sjúkrahúsunum. Hon spyr eisini, hvussu nógvar vitjanir, vaktlæknin hevði í gjør og fyrra hálvár í ár, og hvussu nógv ársverk eru á sjúkrahúsunum. Men av tí at 93 milliónir fara í Búskapargrunnin, og biðið er um seks milliónir til nýggja Fiskivinnugrunnin, er hallið 85,6 milliónir krónur Flogskipararnir í skandinaviska flogfelagnum SAS eru komnir við fyrstu ávaringini um verkfall, tí stígur er komin í sáttmálasamráðingarnar. Tey skriva, at ávaringin ber í sær, at donsku flogskipararnir í SAS í fyrsta lagi fara í verkfall 11. september, spyrst einki burtur úr samráðingunum um nýggjan sáttmála. Danska felagið sigur, at eingin gongd hevur verið í samráðingunum í summar, og tað hevur fingið flogskipararnar at koma við fyrstu ávaringini um verkfall. Kristina Sundar Hansen hevur skrivað leikin Ómegd, sum er bygdur á veruligar hendingar úr bókini Um bara hann sló meg, eftir Súsonnu O. Skaale, ið setur harðskap í parlagnum á breddan. Janus Vang, stjórin í Inova, smíltist um alt fimm oyrað, tá hann vitjaði í morgunsendingini. Orsøkin er, at føroyingar fingu tríggjar mat virðislønir í Keypmannahavn hósdagin. Tíðin, tá tú kundi ganga í frið út á Trælanípuna, er farin. Tað má Gvøðny Miriam Gunnarsson ásanna. Hon taldi ferðafólk, tá hon herfyri gekk út á Trælanípuna. Hon misti talið. Noomi Káradóttir Rasmussen, starvsfólk í Sunda Kommunu sigur, at gáttin er lág fyri at senda uppskot inn til ársins mentanaravrik. Sunda Kommuna hevur í nøkur ár latið einum persóni ella einum felagi eina gávu fyri serligt mentanaravrik, millum annað vann Hósvíkar Róðrarfelag í fjør. Seinastu árini hevur talið av súlum ligið millum 400 800. Í ár vóru 59 fólk skriva upp at fara eftir súlum, og tá farið verður í røkurnar eftir súlum síga nakrir menn oman. Tað eru fýra røkur, og í tí heilt stóru rókini, Urin, vóru 345 av teimum 547 súlunum tiknar. Finn Hansen sigur, at teir lata súluna hanga í eina nátt, og síðani royta teir dagin eftir. Ein bátur kemur úr Sørvági og leggur seg undir bjørgini, so verða allar súlurnar blakaðar á sjógv og tiknar upp í bátin, sum siglur tær inn á Sørvág. Nógv ferðafólk hava vitjað Føroyar í summar og nógv vitja eisini alt árið runt. Nøkur fegnast, tí ferðafólkini leggja pengar eftir sær, meðan onnur troyttast. Jóhan Jógvansson, bóndi í Saksun, rópar varskó. Hann orkar ikki at ikki fáa frið inni hjá sær sjálvum og í heilum verða avmyndaður av ferðafólkunum, sum alt árið runt vitja í Saksun. Tveir menn, ávikavist 27 og 30 ára gamlir, eru skuldsettir fyri at hava sett eld á eitt hús við Tinghúsvegin í Havn í fjør summar. Teir skuldu í Føroya rætt tann 4.juli. Sambært rættargangslógini, sum er galdandi í Føroyum, ber ikki til at avgreiða eitt revsimál í rættinum uttan tann, sum er ákærdur, er hjástaddur har. Tað gera bæði Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, og danska Løgmálaráðið vart við, nú uppskotið um føroyska stjórnarskipan hevur verið til hoyringar. Tá skal fólkið taka endaliga avgerð á fólkaatkvøðu í minsta lagi eitt hálvt ár eftir og í mesta lagi eitt ár eftir, at løgtingið hevur tikið støðu sína. Forsætisráðharrin heldur tað vera løgið, at sambandið millum Føroyar og Danmark ikki er nevnt við einum orði í uppskotinum um stjórnarskipan. Strandferðslan kannar í løtuni, um trygdin er í lagi, tá serliga tung akfør koyra umborð á strandfaraskipið SAM. Ein frágreiðing verður nú gjørd um tilburðin, tá ein stakkari koyrdi umborð á SAM mikunáttina í síðstu viku. Stakkarin vigar 76 tons. Vit hava útrokningar sum vísa, at tað er trygd at sigla við so tungari last, sigur Hilmar Eliasen, stjóri Báðir menninir, sum eru ákærdir fyri at hava sett eld á eitt hús við Tinghúsvegin í Havn í juli í fjør, nokta seg sekar í eldáseting. Politiið tók ákærdu menninar, sum eru ávikavist 27 og 30 ára gamlir, í einum húsum í Havn góðan hálvan triðja tíma eftir, at boðað varð frá eldinum. Hitt vitnið er granni hjá AA húsinum, sum brann. Hann sigur seg hava hoyrt glas brotna tíggju minuttir, áðrenn eldur var í AA húsinum. Hann boðaði frá eldinum. Hon skal hava fingið kunning um, at Flutningsmálaráðið longu í februar 2016 kann hava likið loyniligar upplýsingar, uttan at hon skilti álvaran í málinum. Málið snýr seg um at raksturin fyri eina kt skipan í skundi varð samtyktur um vánaliga handfaring at persónupplýsingum og møguliga um at onkur hevur likið persónsupplýsingar. Málið byrjaði á vári 2015, tá svenski aðalstjórin í Flutningsstýrinum útveitti kt skipanina í ráðnum til IBM fyritøkuna og til undirveitarar í millum annað Kekkia, Serbia og Rumenia. Fyri at flytingin til IBM skuldi ganga skjótari, vóru fleiri ásetingar í svensku kt lógini ikki fylgdar, millum annað um trygdargóðkenning av útlendskum feløgum og persónum, sum skuldu taka sær av upplýsingum hjá Flutningsstýrinum. Tí hetta gav starvsfólkum í IBM og undirveitarnum hjá teimum fría atgongd til serliga eymar upplýsingar um svenskar ríkisborgarar og svenska undirstøðukervið. At allar nærmasti persónurin hjá Stefan Løfven hevur vitað um hetta leingi og ikki hevur kunnað forsætisráðharran, ber als ikki til. Løfven má leggja kortini á borðini og taka avleiðingarnar. Eg havi ikki álit á honum longur. Eg eri sannførdur um, at onkur ella enntá hann sjálvur lýgur, sigur Jimmie kesson, leiðari fyri SD, við Svenska kringvarpið. Vit vitjaðu eisini Blue Fassion Challenge, frætta um heyst og vetrarskránna í Norðurlandahúsinum, og fáa søguna um Mezzoforte frá Gulla Briem, trummusláara í Mezzoforte Illveðrið og áraføri hevur at kalla lagt amerikanska millióna býin Houston lamnan. Flerir túsund bjargingarfólk royna at hjálpa fólki og bjarga tí, sum bjargast kann, undan ódnini Harvey. Vit gjørdu eina roynd at koma til hús í gjár, men tað var ikki hugsingur um at sleppa inn í býin. Tað sigur Rotha Skarðenni, sum saman við familjuni noyðist at búgva á gistingarhúsi í útjaðaranum av Houston Fríhandilsavtalan við Turkaland merkir, at 30 prosent í tolli á føroyskar vørur verða tikin burtur, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaðurin í vinnumálum. Hann fegnast um betri atgongd til ein markna við 80 milliónum íbúgvum. Steypafinalan 2017 fer ikki í søguna sum tann besta ella mest spennandi, men tað er líkamikið fyri runavíkingar, sum við málinum hjá Einari Tróndargjógv kunnu fegnast um fyrsta steypasigurin til felagið í 15 ár. Tað hevði ávísan skund fyrr í summar at játta fleiri pengar til skúladepilsbyggingina í Marknagili, tí pengarnir vóru uppi í september, og vandi var fyri, at byggingin steðgaði tá. Uppskotið um at játta Landsverki 86,6 milliónir krónur at leggja út, meðan gerðarrætturin millum Landsverk og Sp f TG Verk og tryggingarfelagið AXA situr, datt burtur í farnu tingsetu. Hóast einki tykist vera broytt viðvíkjandi september, verður uppskotið neyvan samtykt í september, skulu vanligar tíðarfreistir haldast. Mentamálaráðið spurdi Landsverk, um Landsverk hevði nakað at leggja afturat uppskotinum, sum er av týdningi fyri tingsins meting um málinum. Fiskamarknaðurin fer at selja rættindini at fiska 9.000 tons av svartkjafti og 9.000 tons av norðhavssild á opnari uppboðssølu í dag kl.13.00. Tað skal nógv til, áðrenn lundastovnurin er væl fyri aftur, tí hann er minkaður so nógv. Men nebbasildin er góð í løtuni, og nøgdin er stór, sum er neyðugt fyri at stovnurin skal veksa, sigur Jóhannis Danielsen, adjunktur í lívfrøði á Náttúruvísindadeildini á Setrinum. Størsti parturin av lundum doyr, men eitt par skal bara fáa tveir ungar, sum eisini fáa tveir ungar fyri at halda stovninum støðugum. Í síðstu viku varð faldarin hjá Tórshavnar Kvøldskúla borin í hvørt hús í Tórshavnar kommunu. Umleið 260 lærugreinar eru, og fleiri lærugreinar vórðu fullteknaðar beinanvegin, og hava nú langar bíðirøðir. til dømis eru lærugreinarnar brodering, silvurarbeiði, steinarbeiði, glaslist, veving og so framvegis ógvuliga væl umtóktar, sigur Jógvan Sørin Hansen, skúlaleiðari. Tilmeldingin til kvøldskúlan endar sunnukvøldið á midnátt. Hetta er eitt evni, ið er nógv tagt burtur. Tað siga tveir av leikararunum, Gunnvá Zahcarissen og Kristina S. Ougaard. Umframt tær báðar spælir Hans Tórgarð eisini við í leikinum. ÓMEGD er bygdur á veruligar hendingar úr metsølubókini Um bara han sló meg , eftir Súsonnu O. Skaale, sum í einum setti harðskap í parlagnum ovast á breddan. Ein leikur um, hvussu menniskju megna at reisa seg og finna vegin úr harðskapi í parlagnum. Leikarar Gunnvá Zachariasen, Kristina S. Ougaard, Hans Tórgarð Leikrit Kristina Sundar Hansen Leikstjórn Kristina Sundar Hansen Pallmynd og búnar Hansina Iversen Tónleikur og ljóðmynd Jón McBirnie Ljósdesign og video Turpin Napoleon Djurhuus Dramaturgur Barbara Hentze í Stórustovu Sanna Andrassardóttir Dahl hevur umsett yrkingasavnið Bónusyrkingar, sum forlagið Ungu Føroyar hevur givið út. Umsetarin og Turið Sigurðardóttir úr forlagnum vitjaðu morgunsendingina. Stjórin á Landssjúkrahúsinum skal vera forstjóri fyri øll trý sjúkrahúsverkini. Tað merkir, at sjúkrahúsini, sum vit kenna tey í dag, verða avtikin, heldur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, og tinglimur fyri Sjálvstýrisflokkin, men hesum er Óluvá Klettskarð, tingkvinna fyri Tjóðveldi, als ikki samd við honum í. Jógvan Skorheim og Óluvá Klettskarð fara at kjakast um hetta í sjónvarpinum í kvøld klokkan 19.15. Leivur Frederiksen var við, tá landsliðið í dag var á venjingarlegu í Porto. Lars Olsen tók 10 spælarar út til ymiskar uppstillingar. Lurta eftir samrøðuni við Leiv og hoyr, hvør helst verður við, tá landsliðið hittir Portugal hósdagin. Tunnilsgjald er dýrasta loysnin, tí alt ov stórur partur fer til umsiting, sigur Landsverk, sum mælir politisku skipanini til at krevja pengarnar inn við øktum vegskatti ella avgjaldi á brennievni. Sambært Landsverki ber til at fáa neyðugu pengarnar til undirsjóvartunlarnar inn, antin við at leggja 37 oyru í nýggjum avgjøldum omaná á brennievni ella at hækka vegskattin 500 krónur um árið. Viðlíkahald og dagføring av tunlunum hevur avgerandi týdning. Og eingin vissa er fyri, at politiska skipanin játtar pengarnar, tá íløgur skulu gerast, sigur Uni Danielsen. Er ein føroysk stjórnarskipan yvir ella undir grundlógini. Tað eru tað fleiri meiningar um. Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, sigur, at stjórnarskipanin verður oman fyri donsku grundlógina. Danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, hevur boðað frá, at hann tulkar stjórnarskipanaruppskotið, sum at tað er undir grundlógini á rættarøkinum, og tað hevur hann rætt í, sigur Aksel V Johannesen. Ein føroysk stjórnarskipan er við síðuna av grundlógini, men undir grundlógini, um tað kemur til skarpskeringar, staðfestir løgmaður. Uppskotið um at játta Landsverki 87 milliónir krónir at leggja út, meðan gerðarrætturin millum Landsverk og smápartafelagið TG Verk og tryggingarfelagið AXA situr, datt burtur í farnu tingsetu. Nú er uppskotið komið aftur í tingið. Hóast einki tykist vera broytt viðvíkjandi september, verður uppskotið neyvan samtykt í september, skulu vanligar tíðarfreistir haldast. Tí fyrsta viðgerð verður ikki fyrr enn 14.september. Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, hevur tó góðar vónir um at løgtingið avgreiðir málið í september. Tú kanst lurta eftir samrøðuni við Ewald Kjølbro her. Landskassin fekk stívliga 19 milliónir krónur burturúr, tá Fiskamarknaður Føroya seinnapartin seldi rættin at fiska 9000 tons av svartkjafti og 9000 tons av norðhavssild á opnari uppboðssølu. Fiskamarknaðurin upplýsir ikki, hvussu nógv hvørt skipið hevur keypt og fyri hvønn prís. Tær upplýsingarnar kemur Fiskimálaráðið við seinni ídag. Greitt er tó, at tey 18.000 tonsins av svartkjafti og norðhavssild eru seld fyri 18 milliónir og 983.000 krónur, og tí er miðalprísurin 1,05 krónur fyri kilo. Í síðstu viku seldu Fiskamarknaðurin og Vørn fiskirættindi fyri 42 milliónir krónur, og í dag hevur Fiskamarknaðurin selt rættindi fyri 19 milliónir krónur afturat. Tískil hevur Fiskimálaráðið, umvegis Vørn og Fiskamarknaðin, selt rættindi fyri tilsamans 61 milliónir krónur higartil í ár. Ein grind legði beinini í Hvannasundi í dag. Drápið gekk skjótt og væl sigur Karl Johansen, sýðslumaður í Norðoyggjum. Hann hevur gjørt av saman við grindaformanninum og finnaranum, at grindin skal koyrast til Runavíkar, tá nakrir hval eru tiknir av. Ákæruvaldið krevur, at tann 30 ára gamli maðurin, sum er ákærdur fyri at seta eld á AA húsið við Tinghúsvegin í Havn 20.juli í fjør, fær tvey ára fongsulsrevsing. DNA, sum svarar til tað hjá tí hjá yngra ákærda, er funnið í einum blóðdropa á einum spaka, sum stóð í einum úthúsi hjá AA húsinum, einum lítlum kufferti og á einari mappu, sum var í kuffertinum, sum varð funnið uttan fyri eitt opið vindeygað beint eftir, at politiið kom til eldsbrunan á Tinghúsvegnum. Hon segði seg tá vera 70 80 prosent vísa í, at tað var hann. Í dag segði hon vera næstan fullvísa, 99 prosent, at tað var hann, hon sá undir Pisuvarða seint um kvøldið 20.juli í fjør. Landskassin fekk stívliga 19 milliónir krónur burturúr, tá Fiskamarknaður Føroya seinnapartin seldi 9000 tons av svartkjafti og 9000 tons av norðhavssild á opnari uppboðssølu. Tað er stórur munur á prísinum fyri norðhavssilda og svartkjaftin. 16 milliónir og 850 túsund krónur vóru 9000 tons av norðhavsild keypt fyri, meðan 2 milliónir 133 túsund krónur komu inn fyri svartkjaftin. Tummas T sum felagið Varðin eigur keypti 3.350 tons av norðhavssild til fyri 1,61 krónur kilo og Jupiter eisini hjá Varðanum keypti 2.450 tons fyri 2,04 krónur kg Í síðstu viku seldu Fiskamarknaðurin og Vørn fiskirættindi fyri 42 milliónir krónur, og í dag hevur Fiskamarknaðurin altso selt rættindi fyri 19 milliónir krónur afturat. Tí er best, at undirsjóvartunnlarnir eru í einari innkrevjingarskipan fyri seg, heldur enn at tað verður goldið umvegis vegskattin og skrásetingargjaldið. Tað tekur tíð at fáa lógina broytta so ikki er neyðugt hjá fútanum at fara í Føroya rætt við hvørjum einasta sektaruppskoti, hóast tann, sum hevur fingið uppskotið, játtar seg sekan og vil gjalda sektina. Heilsu og Innlendismálaráðið gjørdi vart við málið í Danmark fyrst í 2016, men enn er eingin lógarbroyting á veg, sæst í innliti, sum Útvarpið hevur fingið frá Heilsu og Innlendismálaráðnum. Hálvt annað ár eftir, at Heilsu og Innlendismálaráðið heitti á danska myndugleikar um at broyta lógina, er einki uppskot komið úr Danmark. Fólk, sum eru á grindalistunum á Skála og í Skálafirði, kunnu koma eftir heimapørtunum í morgun klokkan níggju á bryggjuøkinum á Skála, boðar Runavíkar kommuna frá. Okkurt um 30 hvalir av teimum hálvthundrað, sum doyðu í Hvannasundi í gjár, eru latnir Runavíkar kommunu, sum so hevur býtt teir millum nakrar bygdir í kommununi. Fjaðrar, innvølir, tóm kloraminíløt og annað frá nátaveiðuni skulu latast í plastposar og beinast burtur á góðkendum stað hjá IRF ella KOB. Hóast fýra samdøgur eru liðin síðani tað, sum fyrst var ódn og seinni tropiskur stormur rakti Teksas, er støðan framvegis ring. Higartil eru 18 fólk deyð, og talið veksur. Hesi fýra samdøgrini, sum grimdarregn hevur herjað í Texas verða fólk framvegis bjargað úr heimi sínum í økinum kring miljónabýin Houston. Allastaðni standa bygningar, bilar og aðrir lutir undir í vatni. Stór grannaløg standa meira ella minni undir í vatni. Gøtur eru vornar til áir, og summi hús líkjast meira bryggjum enn bústøðum. Sambært tíðindastovum, hækkar vatnstøðan. Sambært MSNBC hevur bara sætti hvør húsaeigari trygging, sum fevnir um náttúruvanlukkur. Tí kunnu túsundtals familjur koma í fíggjarligt óføri av hesi støðu. Og tað fer helst at taka mánaðir ella ár at endurreisa stór landaøki í økinum. Sambært stovninum, sum eitur The Flood Control District , sum hevur eftirlit við vatnflóð og avfalli í Harris County, nærhendis Houston, so ganga 500 ár ímillum, at so nógv avfall er, sum nú. Satira er ikki til longur á føroyskum. Sjálvt á ólavsøku kundu vit ikki longur uppliva stundentakabarett, Sosialurin hevur ongan Høgna, og einki Fríggadagsprik hevur verið í eitt mannaminni. Gamaní hevur GMF roynt seg við varisligum alternativum tíðindum, men tað er ov bleytt og ikki satira av tí slagnum, sum eg sakni. Soleiðis skrivar Birgir Kruse millum annað á Birkblog. Líkt er til, at hoyringarsvarini til stjórnarskipanaruppskotið fevna breitt, og at tey í fleiri førum umboða sera ymisk sjónarmið. Tí verður tað kanska ómøguligt hjá samgonguni at tekkjast øllum svararunum. Og soleiðis verður møguliga eisini, tá ið tingviðgerðin ferð í gongd. Flestu flokkar taka í prinsippinum undir við eini føroyskari stjórnarskipan, men teir eru rættiliga ymiskir á máli um, hvussu hon skal síggja út. Samgongan sær í løtuni út til at standa saman um stjórnarskipanina. Aksel V. Johannesen løgmaður er formaður í Javnaðarflokkinum, og hevur staðið fyri arbeiðnum við stjórnarskipanaruppskotinum. Hinir samgonguflokkarnir Framsókn og Tjóðveldi eru fullveldisflokkar, og hava tí eina føroyska stjórnarskipan sum aðalmál. Men skal undirtøka vera fyri eini stjórnarskipan á fólkaatkvøðu, hevur tað ein ávísan týdning, at ein breið semja kann finnast í løgtinginum frammanundan. Og tað verður uttan iva sambandsflokkurin, sum verður torførast at sannføra. Fyri Bárð á Steig Nielsen, formann í Sambandsflokkinum, er tað ein trupulleiki, at stjórnarskipanin skal staðfesta føroyska sjálvsavgerðarrættin uttan yvirhøvur at nevna, at Føroyar eru í ríkisfelagsskapi við Danmark. Ger stjórnarskipanin ikki tað, fatar Bárður hana sum eina glíðibreyt móti føroyskum fullveldi. Hinir andstøðuflokkarnir halda yvirskipað, at tað er eitt gott hugskot við eini føroyskari stjórnarskipan. Men, sum er við so nógvum politiskum málum, stinga ósemjurnar seg upp, tá ið farið verður í smálutir. Fyri Jørgen Niclasen, formann í Fólkaflokkinum, skal persónliga frælsið fylla meir. Harafturat skal tað nevnast, at Føroyar eru eitt kristi land. Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýri, heldur, at leikluturin hjá kristnitrúnni er ov veikt orðaður í grein 12 í stjórnarskipanini. Og Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, vil tryggja tað ófødda barnið og forða fyri aktivari deyðhjálp í stjórnarskipanini. Og til seinast mugu vit nevna ein annan politiskan leikara, sum eisini setur ávís krøv til eina føroyska stjórnarskipan danska stjórnin. Fyri hana hevur tað týdning, at so leingi Føroyar eru í ríkisfelagsskapi, so er evsta lógin í Føroyum tann danska grundlógin. Men við eini umorðing í formælinum til stjórnarskipanina, har tað nú stendur, at stjórnarskipanin ikki setur úr gildi aðrar stjórnarrættarligar sáttmálar, tykist bæði forsætisráðharrin og danska løgmálaráðið at vera blíðka. Danir óttast ikki longur fyri stjórnarrættarligu avleiðingunum av stjórnarskipanini, men hóast hetta, heldur formaður sambandsfloksins, at stjórnarskipanin framvegis ger seg inn á ríkisfelagsskapin. Áhugamálini eru ymisk, og løgmaður hevur næstu tveir mánaðirnar at finna eina breiða semju í løgtinginum. Í sambandi við vanlig løgtingsmál, er einki forgjørt í at samtykkja lógir við smølum samgongumeiriluta. Men ein stjórnarskipan ásetur grundleggjandi rættindi og skyldur í samfelagnum, og tí tykist løgmaður serliga hugaður fyri tí breiðu semjuni, bæði politiskt og fólksliga. Eftir ætlan verður farið undir Suðuroyartunnilin, tá Sandoyartunnilin er liðugur, stendur í uppskotinum hjá landsstýrinum um eykajáttanarlóg, sum nú er í tinginum. Jarðfeingi hevur gjørt tilmæli til Landsverk um, hvørjar jarðfrøðiligar kanningar eiga at verða gjørdar fyri at hava haldgott grundarlag at fara undir verkætlanina. Í uppskotinum um eykajáttan mælir Henrik Old, landsstýrismaður, til at brúka hálva millión í ár til forkanningar um Suðuroyartunnilin. Sambært frágreiðingini hjá Landsgrannskoðanini er leiðslan hjá Gigni sum heild samd í, at roknskaparviðurskiftini vóru ikki nóg góð, at brúk er fyri betri skjalfesting, at gjalda rokningar rættstundis og stemma av javnan. Bjarta Vilhelm, sum var stjóri í Gigni, segði seg úr starvinum 1.juli. Tá varð Gigni umsitingarliga lagt undir Heilsutrygd og stjórin har, Egil á Bø, er settur sum fyribilsstjóri. Hon hevur seinastu árini staðið í málinum hjá VÍF og er nú farin at royna okkurt nýtt. Hon hevur skrivað sáttmála við Selfoss í eitt ár fyri fyrst, sum hevur ein ungan, óroyndan málverja, og ein eldri málverja, sum bert venur við hvørt, so hon væntar sær nógva leiktíð. Viviann Petersen sigur seg longu merkja, at hon fer at trívast væl í Íslandi og hjá Selfoss. Vit spurdu fyrst Viviann, hvussu hetta er komið í lag. Flestu føroysku fótbóltseygu verða vend móti Portugal í morgin, tá A landsliðið hjá monnum spæla ímóti Christiano Ronaldo og hinum portugisunum. Men í morgin spælir eisini eitt annað føroyskt fótbóltslandslið, nevniliga U21. Klokkan 16 spæla Føroyar móti Danmark á Tórsvølli. Danir eru favorittur, men søguligu bondini millum bæði londini kann gera, at lítlibeiggi finnur tey eyka prosentini, sum kunnu gera, at dysturin verður javnari. Tað halda bæði Eli Hentze, venjari, og Hákun Edmundsson, leikari, sum vitjaðu Morgunsendingina. Føroya Náttúru og Umhvørvisfelag skipar fyri tiltaki í Perluni hósdagin. Ein av luttakarunum er Andri Snær Magnason, sum eitt nú hevur skrivað yrkingsavnið Bónus. Íslendski rithøvundurin og Annika Bolton Mortensen vitjaðu morgunsendingina. Raksturin í Runavíkar kommunu í 2018 verður mettur at kosta 147 milliónir næsta ár, og ætlanin er at gera íløgur fyri 40 millónir. Á fundinum í annaðkvøld fer Runavíkar býráð eisini at taka støðu til eitt uppskot um at játta Ummannaq kommunu í Grønlandi 200.000 krónur í sambandi við flóðalduna. Runavík og Ummannaq eru vinarbýir, og tær 200.000 krónurnar skulu latast bygdini Nuugaatsiaq í Ummannaq fjørðinum, sum varð meint rakt av flóðalduni. Býráðið samtykti fyrr í summar at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini um at játta peningin í eini eykajáttan, og málið kemur til aðru viðgerð á fundinum í annakvøld. Jógvan Skorheim í Sjálvstýrisflokkinum undrast á, at landsstýrismaðurin í samferðslumálum ætlar at lækka prísin fyri bussar við Smyrli, til tess at bøta um umstøðurnar hjá ferðavinnuni í Suðuroynni, og hví henda skipanin ikki eisini skal verða galdandi fyri ferðavinnuna aðrastaðni í landinum. Ferðing við húsvognum og húsbilum er nógv vaksin seinastu 10 árini. Sambært tølum hjá Akstovuni vóru 492 húsvognar og húsbilar skrásettir í 2015. Jógvan Skorheim sigur, at sum støðan er, eru eingir møguleikar at fáa avsláttur við ferjum hjá strandferðsluni. Í Vágatunlinum og Norðoyatunlinum verður bara goldið fyri bilin, men ikki húsvognin. Er endamálið at lækka prísin bara fyri bussar, sum verða fluttir við Smyrli, fyri at menna ferðavinnuna, hevði verið skilagott eisini at hugsað um húsvognar og húsbilar. Og ein slík skipan eigur eisini at fevna um Sandoyar , Kalsoyar og Nólsoyarleiðina, sigur Jógvan Skorheim í viðmerkingunum til uppskotið. Næstu ferð, næmingar verða tiknir inn á diplomútbúgvingina í námsfrøðiligari leiðslu, fer útbúgvingin ivaleyst at standa øllum i boði, eisini dagstovnaleiðslum. Rigmor Dam, landsstýriskvinna, hevur svarað Djóna Nolsøe Joensen í Javnaðarflokkinum, sum spurdi, hví tað ikki stóð námsfrøðingum í boði at søkja á leiðsluútbúgving á diplomstigi á Glasi, á jøvnum føti við lærarar. Rigmor Dam sigur, at Mentamálaráðið, sum er arbeiðsgevari hjá leiðslunum í fólkaskúlanum, hevur í fyrsta umfari miðað eftir, at útbúgvingartilboðið er avmarkað til fólkaskúlan, tí tørvur er á hesi eftirútbúgving til tess at styrkja fólkaskúlan. Tað eru kommunurnar, sum eru arbeiðsgevarar hjá dagstovnum, og hava ábyrgdina av, hvørjar eftirútbúgvingar verða settar í verk á hesum økinum. Mentamálaráðið er til reiðar at samstarva við kommunurnar um hetta, men ráðið hevur annars ein meiri yvirskipaðan leiklut, tá ið ræður um at menna dagstovnaøkið. Rigmor Dam sigur, at vilja kommunurnar tað, fer diplomútbúgvingin næstu ferð ivaleyst at standa øllum í boði, eisini dagstovnaleiðslum. Tað var hin 18. juni, at Høgni Hoydal lat úr hondum sína frágreiðing um flyting av veiðiloyvum frá línuskipum til uppsjóvarskip. Her skrivar landsstýrismaðurin millum annað, at øll neyðug stig verða tikin til at rætta mistøkini, eftirmeta fyrisitingina og gera neyðugar broytingar. Alt málið skal lýsast út í æsir, lovar landsstýrismaðurin í kjalarvørrinum á málinum um ólógliga fluttu veiðiloyvini frá línuskipum til uppsjóvarskip. Løgmaður, sum hevur lógarfesta eftirlitisskyldu við sínum landsstýrisfólkum, festi seg við hetta lyfti frá sínum landsstýrismanni, tá hann 4.juli ger sína niðurstøðu í málinum. Í brævinum til Høgna Hoydal skrivar Aksel V. Johannesen soleiðis Eg havi í tíni frágreiðing eisini fest meg við, at tú í tíni eftirmeting av tilgongdini og fyrisitingarligu mannagongdunum er komin eftir, at fleiri viðurskifti eru í tíni fyrisiting, ið ikki eru nøktandi, og at tú ert til reiðar at taka øll neyðug stig til tess at fáa hesi viðurskiftini í rætt lag. Í fyrsta lagi at rætta mistøkini. Í øðrum lagi at eftirmeta fyrisitingina og fáa hana at virka til fulnar. Her hugsi eg eisini um, at tú verður at gera yvirskipaðar leiðreglur og mannagongdir fyri, hvussu flytingar av veiðuloyvum skulu umsitast. Lat meg frætta aftur, tá ið tú ert komin á mál við hesum Kringvarpið hevur síðstu vikuna roynt at fáa at vita, um eftirmetingin er farin í gongd, hvør stendur fyri henni um tað er Fiskimálaráðið, sum eftirmetir seg sjálvt ella onkur annar og nær eftirmetingin verður liðug. Høgni Hoydal fór av landinum í arbeiðsørindum mánamorgunin. Hann fór tá á árliga fundin millum fiskimálaráðharrar í Norðuratlantshavi, sum hesaferð verður hildin í kanadiska býnum Toronto og hann verður ikki aftur í Føroyum fyrr enn í annaðkvøld. Herfyri setti løgtingið kanningarstjóra at kanna landsstýrismannin í fiskivinnumálum fyri hansara leiklut í málinum um ólógliga fluttu veiðiloyvini. Kanningarstjórin skal eisini meta um, hvørt løgmaður hevur røkt sína eftirlitisskyldu. Í ár fara pengarnir sum landið fær burturúr uppboðssøluni av fiski í landskassan. Men arbeitt verður við at broyta Búskapargrunnin, so pengarnir frá søluni næsta ár, fara í hann ístaðin. Seinnapartin í morgin skipar Vinnuhúsið fyri almennum tiltaki, har umboð fyri Búskaparráðið fara at greiða frá nýggju frágreiðingini. Nú nátatíðin er byrjað, minnir Heilsufrøðiliga Starvsstovan á nátasjúkuna. Og hvussu hagreiðir tú nátan, uttan at sjúka stendst av Vit tosa við djóralækna, ið fer at greiða frá, hvussu tey, sum taka náta, kunnu fyribyrgja at gerast sjúk. Og eitur hann náti ella havhestur, og hvat er rætta orðið at brúka um fuglin Hetta spurdu vit tykkum lurtarar. Granskingarráðið fer aftur í ár at heiðra ein persón, sum á ein sera dugnaligan hátt hevur miðlað gransking. Hvat er endamálið og hvør og hvørji kunnu heiðrast Hesar og aðrar spurningar seta vit stjóranum í Granskingarráðnum. Vit frætta um nýggjan føroyskan spælifilm, ið er á gáttini vit frætta um føroyskan film yvirhøvir, eins og vit venda aftur til Føroyska filmsfestivalin fyri minnilutar. Eisini finna dagsins 67 ara, eins og dagsins tónleikur hevur tann felagsnevnara, at sjeytalið er seinasta siffrið í útgávuárinum. Samstundis sum øll heimsins eygu eru vend móti vatnflóðini í Houston í amerikanska statinum í Texas, hóttir ein nógv størri náttúruvanlukka í India, Nepal og Bangladesh. Tað hevur regnað av grimd í stórum pørtum av landsynningsasia, og vatnflóðin hevur kravt meira enn 1200 mannalív í hesum trimum londunum. Í sambandi við ráðstevnuna hevði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, fundir við allar ráðharrarnar og landsstýrismannin í Grønlandi hvør sær. Útlitini fyri toska og hýsustovnin hava ikki verið betri seinastu 10 til 12 árini. Tað vísa úrslitini frá yvirlitstrolingini, sum Magnus Heinason hevur gjørt. Petur Steingrund, fiskifrøðingur, stóð á odda fyri kanningarferðini Hákonjunktururin í føroyska búskapinum gerst alsamt týðiligari, og enn einaferð eftirlýsir Búskaparráðið, at kommunubúskapurin eisini kemur undir játtanarkarmar landsins. Fyri 2017 hava kommunurnar budgetterað við merkisvert stórum halli á 610 milliónir krónur Kommunalu íløgurnar eru budgetteraðar til 985 milliónir krónur í 2017, og hetta er munandi hægri enn undanfarin ár, stendur í heystfrágreiðingini, sum Búskaparráðið leggur fram í morgun. Hákonjunktururin er eyðkendur við lágum arbeiðsloysi, høgum arbeiðsvirkni, nettotilflyting, íbúðartroti í miðstaðarøkinum og búskaparvøkstri. Stóru tíðarsamanfallandi privatu og almennu íløgurnar síðan 2013 hava trokað burtur bústaðarbygging, samstundis sum tær hava vaksið um kostnaðarstøðið í bústaðarbygging og bústaðarumvælingum, sigur Búskaparráðið og endurtekur, at betri samskipan av almenna íløgupolitikkinum hjá landi og kommunum hevði minkað um sveiggið í búskapinum og um fløskuhálsarnar á byggi og bústaðarmarknaðinum. Konjunkturviðgangandi búskaparpolitikkurin, herundir serliga íløgurnar, endurtekur seg. Búskaparráðið hevur frámælt ójøvnu árligu íløgustøddunum, ið økja um óstøðugleikan í búskapinum, stendur í heystfrágreiðingini. Sum nevnt er hetta ikki nýggjur boðskapur frá Búskaparráðnum, men landsstýrið boðaði í vár frá, at tey ikki vilja áleggja kommununum rakstrarloft ella íløguloft við lóg. Men tilmæli var við í játtanarkarminum, sum varð kunngjørdur 31. mars, og arbeiðsbólkur varð settur at orða samstarv um búskaparstýring. Á skránni fyri fundin er uppskot til avtalu um fleiri fíggjarlig viðurskifti, millum annað hvussu vit tryggja samskipaða búskaparstýring millum land og kommunur, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum. Kommunurnar hava í sínum lagi víst á, at enn eru leysir endar frá tí, at kommunurnar yvirtóku raksturin av eldraøkinum. Tí skal ein loysn finnast á íløgutørvinum, sum er á eldraøkinum, og sum semja ikki varð gjørd um, tá umskipanin varð gjørd. Í viðgerðini er serligur dentur lagdur á menningarvirðið og møguligt nýskapanarvirði í royndunum umframt at norðhavssildin verður virðisøkt. Sissal brýtir nú tøgnina. Hon vigar ov nógv, men tímir ikki at skammast um tað longur. Hon brýtur tøgnina við at skriva um sjúkuna á hennara instagram profili Sissalgirl . Hon vil vísa, at tú skalt vera errin av tínum kroppi sum hann er. Neyvan hava so nógvir læknar verið á klettunum sum í hesum døgum. Orsøkin er ein norðurlendsk ráðstevnu, sum varpar ljós á smittusjúkur. Shahin Gaini, fyriskipari og infektiónsmedisinari, og Anders Johansson, smittuverjuyvirlækni á Ume Universitetshospitali, vitjaðu útvarpsstovuna. Nú gongur ein nýggj Effolýsing sína sigursgongu á netinum. Hesaferð er tað úr Effostøðini á Strondum, har tey spæla við orðum. Tað er ein kundi, sum prátar við kassadamuna. Tað, tey siga, avspeglar ta vøruna, sum kundin tekur úr kurvini. Lilja Kristiansen, sum er kassadaman, sigur, at hon elskar at arbeiða í Effo, og tí gjørdu hon og Johan Eliasen hesa lýsingina eitt kvøldi. Jóhanna á Bergi harmast um støðuna hjá Sissal Jacobsen, sum avlýsti flogferð, tí hon skuldi rinda eyka fyri eitt setur afturat. Stjórin í Atlantsflogi vil finna eina loysn, men hon vil ikki siga, hvør loysnin er. Hákonjunkturur er í Føroyum, og tekin eru um fløskuhálsar í byggivinnuni. Tað er ein av boðskapunum í nýggju heystfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum. Búskaparráðið hevur fingið upplýsingar um stórar lønarglíðingar í seinastuni í byggivinnuni, sum hevur so nógv arbeiði niðurfyri, at byggifyritøkurnar nú í kapping yvirbjóða hvørja aðra fyri at fáa fatur á best skikkaðu arbeiðsmegini. Í 2016 vóru 1902 løntakarar í byggivinnuni í Føroyum, sum er næstan sama tal sum í 2007, tá 2137 fólk vunnu sær inntøku í byggivinnuni, og sum var eitt ár við óvanliga nógvum virksemi, beint áðrenn altjóða fíggjarkreppuna. Tann stóra nettotilflytingin og tann stóri fólkavøksturin, ið verið hevur seinastu árini, og sum knappliga byrjaði í 2014 fyri at vaksa hvørt ár síðani og sum hevur økt fólkatalið upp um 50.000 í 2017, hevur vaksið um eftirspurningin eftir bústøðum. Búskaparráðið skrivar, at vinnuligu bygnaðarbroytingarnar seinastu árini gera, at vaksandi eftirspurningurin eftir bústøðum serliga ger seg galdandi í miðstaðarøkinum. Dátuni benda á, at hesin vøkstur í fólkatalinum og í nettotilflytingini hevur ein sermerktan uppgangskonjunktur í Føroyum sum høvuðsorsøk. Broytist hesin uppgangskonjunkturur til ein niðurgangskonjunktur, kunnu vit ikki útiloka, at nettotilflytingin broytist til eina nettofráflyting, við tí avleiðing, at fólkatalið í Føroyum aftur minkar, stendur í heystfrágreiðingini. Búskaparráðið sigur, at broytingin hevur borið við sær, at úboðið av bústøðum er vorðin ein so brádligur eftirbátur, at høvuðsstaðarkommunan kanska ikki kann lastast fyri sín passiva leiklut. Ráðið viðger í frágreiðingini tilflytingina og í tí sambandi útlendingar, sum eru fluttir til Føroya at arbeiða, og sum eisini skulu hava okkurt stað at búgva. Viðvíkjandi uppihaldsloyvum og tilhoyrandi arbeiðsloyvum til útlendskar ríkisborgarar í samband við familjuviðurskifti og familjusamanføringar, eru á leið 400 flutt til Føroya síðani 2011. Talið av tilfluttum útlendskum ríkisborgarum vaks stórliga frá 2014, tá ein serskipan fyri ES borgarar varð sett í verk, skrivar Búsrkaparráðið og leggur afturat, at talið av verkætlanartreytaðum arbeiðs og uppihaldsloyvum til útlendskar ríkisborgarar somuleiðis vaks stórliga frá 2014. Givið er, at hesar nettotilflytingarnar til Føroya síðan 2014 mugu hava skapt eitt ávíst bráðfeingis trot á bústøðum, serliga tí umskiftið í fólkatalsgongdini er hent so brádliga. Síðani 2014 hevur millum 20 og 40 prosent av nettotilflytingini verið fólk við útlendskum ríkisborgararætti, skrivar ráðið. Eyðsýnt er, at størsti parturin av teimum nettotilfluttu síðan 2014 er fólk við føroyskum uppruna, men samstundis hevur ein minni partur men als ikki ein so lítil partur verið fólk við útlendskum ríkisborgararrætti, sum eisini hava sín sjálvsagda lut í íbúðartrotinum, stendur í heystfrágreiðingini. Talið av bygdum bústøðum er merkisvert høgt í 2007 2010, ið vóru ár við negativari nettotilflyting, og merkisvert lágt í hákonjunkturinum 2015 2016, ið vóru ár við positivari nettotilflyting. Vit kunnu sostatt staðfesta, at tað vegna tilflytingina væntaða íbúðartrotið í miðstaðarøkinum síðan 2014 ikki hevur elvt til nakra stórvegis bygging av nýggjum bústøðum, stendur í frágreiðingini. Ráðið roynir at lýsa hesa andsøgnina soleiðis Fram til 2011 var ein rímiliga neyvur samanhangur millum talið av løntakarum í byggivinnuni og talið av nýbygdum bústøðum. Tá vit koma til 2013, minkar talið av nýbygdum bústøðum, samstundis sum løntakaratalið í byggivinnuni veksur. Ein onnur møgulig forkláring til hendan óvæntaða ella viðvenda samanhang kann vera stóru almennu og privatu íløgu verkætlanirnar kring landið síðan 2013, og sum ikki hava verið íløgur í bústaðir. Hesar íløguverkætlanir hava upptikið eitt vaksandi tal av handverkarum, bæði føroyskar og útlendskar. Talan er um til dømis íløguverkætlanir hjá Bakkafrost, Varðanum Pelagic, SEV, Glasir og eisini tunnlar, skrivar Búskaparráðið og leggur afturat Stóru tíðarsamanfallandi privatu og almennu íløgurnar síðan 2013 hava trokað burtur bústaðarbygging, og samstundis sum tær hava vaksið um kostnaðarstigið í bústaðarbygging og bústaðarumvælingum. Býráðið í Vági hevur samtykt við seks atkvøðum fyri og trimum ímóti, at kommunan skal leiga Marghøllina, sum skal byggjast í Vági, fyri eina millión krónur um árið. Vágs kommuna letur Marghøllini tvær milliónir krónur í stuðli á fíggjarætlanini í 2017, og 1,5 milliónir krónur afturat í fíggjarætlanini fyri 2018. Frágreiðingin hjá aðalstjóranum í Uttanríkis og vinnumálaráðnum, Herálvi Joensen, um aðalráðið er nú liðug og latin landsstýrismanninum. Hann er tó framvegis virkandi sendimaður í Keypmannahavn, hóast hann er fluttur aftur til Føroya at búgva og arbeiða í Uttanríksráðnum. Føroyska sendistovan í Keypmannahavn er umboðsstova meira enn sendistova, tí hon hevur ikki diplomatiska viðurkenning, sigur Poul Michelsen. Klokkan 19.45 í kvøld spæla Portugal og Føroyar HM undankappingardyst í Porto, og nú er greitt, hvørjir ellivu byrjar dystin fyri Føroyar. Føroyska liðið byrjar við trimum miðverjum í einari 3 5 1 1 uppstilling Gunnar Nielsen Málverji Atli Gregeren Miðverji Odmar Færø Miðverji Rógvi Baldvinsson Miðverji Viljormur Davidsen Vinstri vongverji Jónas T. Næs Høgri vongverji Rene Shaki Joensen Miðvøllur Róaldur Jakobsen Miðvøllur Sølvi Vatnhamar Miðvøllur Gilli Rólantsson Miðvøllur Jóan Símun Edmundsson Álop Nátatíðin er í hæddini, og væl er at fáa, samstundis sum ungarnir eru væl fyri. Tað siga tveir mans úr Hvannasundi, sum í dag seldu havhestaungar í Vágsbotni í Havn. Vit hitta Siri Sørensen, Suna Poulsen, Eiler Fagraklett, Lenu Andersen, Brand Olsen, og Gunnar Nielsen. Tú kanst hoyra sendingina her Amerikanski forsetin, Donald Trump, fer at biðja kongressina um slakar seks milliardir dollarar, ella umleið 38 milliardir krónur í okkara peningi, til hjálpartiltøk eftir ódnina Harvey. Neyðugt er við nógv fleiri pengum, men tær fyrstu milliardirnar røkka til uppruddingararbeiði í nakrar vikur og onnur hjálpartiltøk. Republikanararnir í umboðsmannatinginum hava sagt, at teir eru fúsir at bera skjótt at, so meinast raktu økini fáa hjálp beinan vegin. Uppskotið hjá Trump verður sent kongressini í dag, og væntandi fara bæði senatið og umboðsmannatingið at atkvøða í málinum í næstu viku. Reuters skrivar, at væntandi verður rokningin fyri Harvey líka stór sum eftir ódnina Katrinu í 2006, sum verður mett at vera størsta náttúruvanlukka í USA nakrantíð. Annita á Fríðriksmørk í Tjóðveldi vil hava at vita frá Henriki Old, landsstýrismanni, nær ætlanin er at gera Selatraðarvegin lidnan, og hvussu nógv arbeiðið fer at kosta. Annita á Fríðriksmørk sigur, at undirtøka hevur ikki verið fyri at gera vegin lidnan, men nú sær út til, at politiskur vilji er at fremja ætlanina. Hon spyr eisini Henrik Old, hvussu langa tíð, hann metir, at arbeiðið fer at taka, og hvaðani ætlanin er at fáa grótið til at breiðka Selatraðarvegin. 9.000 tons av norðhavssild og 9.000 tons av svartkjafti vórðu seld fyri tilsamans góðar 19 milliónir krónur á afturlatnari uppboðssølu í dag. Tey 9.000 tons av norðhavssild vórðu seld fyri góðar 17 milliónir krónur, og svartkjafturin varð seldur fyri tilsamans góðar tvær milliónir krónur Reiðaríini hjá Norðingi, Borgaranum, Jupiter, Finni Fríða, Tróndi í Gøtu, Nýborg, og Christiani í Grótinum keyptu tey 9.000 tonsini av svartkjafti. Uppgávan hjá stjóranum í Námi er, sambært starvslýsingini , at leiða ein stovn, har læring og námsfrøðilig menning eru kjarnuøkini. Stjórastarvið á Námi varð leyst at søkja, tá stjórin síðsta hálvt triðja árið, Regin Marnersson, varðsettur í starv sum skúlastjóri í Skúlanum á Fløtum í Havn. Brimil, sum hevur leitað eftir bátinum, ið varð ásigldur og sakk í Skopunarfirði í gjáranáttina, helt seg í gjárkvøldið hava sæð okkurt, ið kann vera ein sokkin bátur. Brimil kom á Havnina í gjárkvøldið, og fyrrapartin í dag verður støða tikin til, um farast skal at dreggja eftir tí, sum kann vera ein sokkin bátur, upplýsir vakthavandi á sjóbjargingarstøðini, MRCC. Leigusáttmálin millum Vágs kommunu og Vágs ítróttaráð, sum er á donskum, sigur, at Vágs kommuna hevur rætt til at brúka marghøllina gerandisdagar millum klokkan 08.00 og 16.00. Sambært leigusáttmálanum hevur Suðuroyar sparikassi, sum letur lán til byggingina, sett nakrar treytir fyri at tryggja sínar pengar í marghøllini. Revsimálið móti manninum, sum er ákærdur fyri at beina fyri Birnu Brjánsdóttur hálvan januar í ár, heldur fram í dag og endar eisini í dag. Tann maðurin var varðhaldsfongslaður eitt stutt skifti í januar, í tvær vikur, men varð latin leysur aftur, tí politiið metti, at hann átti ikki lut í tí, at Birna Brjánsdóttir hvarv og viku seinni varð funnin myrd. Kári P. er vorðin eitt hugtak í føroyskari tónleikamentan. Hegnisligt lagasmíð og dygdargóðar tekstir hava vunnið honum støðu sum føroyskur fólka og vísusangari í flokki fyri seg. Vælferðarvísur og Hinumegin ringvegin eru varðar í føroyskari tónleikaútgávu. Fyri yrkingarnar á hesum útgávum fekk Kári P. í 1995 M.A. Jacobsens virðislønina fyri fagrar bókmentir. Fleiri av yngru føroysku sangskrivarunum hevur Kári P. verið lýsandi fyrimynd, nevnast kunnu Eyðun Nolsøe, Kári Sverrisson og Teitur Lassen. Í sendingini greiðir Kári frá, hvat skundaði undir tónlistalívsleið hansara, hvørjum mentanarumhvørvi hann spretti úr, hvaðani íblásturin til sangirnar er komin, um sosialrealismu og sálarfrøði, ið prosaskaldskapur hansara í høvuðsheitum er grundaður á, um málsliga og listarliga endurnýggingarstremban, og um Bacchus forngrikska víngudin ið umboðar tann týnandi máttin, ið er í ævigum stríði við sanggudin Apollo tann skapandi listarmáttin. Í vikuni fáar dagar eftir at vespurnar í Runavík vunnu steypagullið trinu veruligu vespurnar fram. Knappliga ýðir í teimum. Og spyrst tú Jens Kjeld Jensen, sum veit nógv um flogkykt, so trívast vespurnar betur enn nakrantíð. Hon er heimskend, eigur nógv toppløg, og er sera væl kend fyri sínar máttmiklu framførslur. Beyonc gjørdist fyrst kend í bólkinum Destiny s Child, og síðani sum stakur tónleikari í 00unum. Erik Steinskog er lektari á deildini Kunst og kulturvidenskab á universitetinum í Keypmannahavn, og hann fer at undirvísa í lærugreinini Beyonc , køn og race . Lærugreinin kemur at snúgva seg um kyn og rasu, og hvussu Beyonc umboðar sítt kyn og sína rasu. Tey fara at greina hennara tekstir, hyggja eftir hennara framførslum og útsøgnum sum modernaður, myrkur feministur. Men at flúgva selfie genturnar allan vegin til Portugal at flirta við fótbóltsspælarum fyri opnari mikrofon tað er eingin trupulleiki. Tað er gott at koma inn í Kringvarpið. Móttøkan hevur verið góð og heit. Tað sigur Johnny í Grótinum, sum er nýggi stjóri í Kringvarpinum. Hann er heldur, at tað er umráðandi at vera har, sum brúkarin er, og tí er neyðugt, at Kringvarpið er nógv á sosialu miðlunum, soleiðis at KvF eisini røkkir teimum ungu. Johnny er sjálvur virkin á sosialu miðlunum, og tískil fekk hann eisini eina gávu til høvið eina selfie stong. Elsa Maria Holm Olsen er sett í starv sum útbúgvingarstjóri fyri gymnasialt miðnám, sum er størsta virkisøkið á Glasi. Elsa Maria er útbúgvin cand.mag. í donskum bókmentum við hjánámi í mentan og samskifti. Hon hevur diplom í leiðslu frá Robert Gordon University, er útbúgvin pedagogikumvegleiðari og hevur tikið fleiri leiðsluskeið í Føroyum, Danmark og Sveis. Hon hevur starvast í Hoydølum síðani 2011 og arbeiddi sum deildarleiðari á Handilsskúlanum á Kambsdali frá 1997 til 2002 og á Handilsskúlanum í Tórshavn frá 2002 til 2005. Elsa Maria Holm Olsen hevur eisini undirvíst á Nordfyns Gymnasium og Tietgen Skolen í Danmark frá 1991 til 1997 og verið stjóri á Rúsdrekkasølu Landsins frá 2005 til 2012. Hon tekur við starvinum 1. september. Umframt heildarveitingina, sum næsta ár verður 650 milliónir krónur, eru Føroyar nevndar í sambandi við umsóknina um atlimaskap í FAO, matvøru og landbúnaðarstovninum hjá ST. Í ár játtaði fólkatingið tríggjar milliónir til at umvæla gamla hospital frá 1828 innan, og hálva triðju millión til at umvæla Føroyahúsið í Keypmannahavn innan. Statskassin rindar 80 prosent av eftirlønini hjá tænastufólkum og tímalærarum í fólkaskúlanum í Føroyum. Tað er av eftirlønini, sum tey vunnu sær til 1.januar í 1988. Statskassin rindar eisini næstan 3 milliónir krónur til Føroya og Grønlands fyri at røkja krøvini og skyldurnar, sum ríkið hevur viðvíkjandi landgrunninum og havrættarsáttmálanum hjá ST. Seinnapartin fara partrolararnir Stelkur og Vesturtúgva at dreggja eftir tí, sum hildið verður at vera báturin, ið sakk í Skopunarfirði í gjáranáttina. Brimil leitaði seinnapartin í gjár og í gjárkvøldið við einum skannara í Skopunarfirði, og helt seg síggja okkurt, sum kann verða báturin, sum farmaskipið Mykinesi sigldi á um tvey tíðina í gjáranáttina. Johnny í Grótinum hevði ikki sitið nógvar tímar í stólinum sum kringvarpsstjóri, áðrenn avgerðin varð tikin um at taka av V4 dráttin. Talan er um eina fíggjarliga avgerð, sum hevur ligið í kortunum áðrenn mína tíð, sigur nýggi kringvarpsstjórin. 23. august góvust seinastu skipini at fiska makrel millum Tasiilaq og Ísland. Tey fiskaðu tilsamans 37.227 tons av makreli, og sostatt varð ikki so nógv fiskað, sum væntað. Sostatt komu góðar 25,6 miljónir krónur í grønlendska landskassan, og ikki 40 miljónir, sum landsstýrið hevði væntað, skrivar SErmitsiaq. Forsetin í Kenja, Uhuru Kenyatta, vann valið við 54 prosentum av atkvøðunum, og umstrídda valúrslitið elvdi til harðar samanbrestir í gøtunum í høvusstaðnum, har í minsta lagi 24 fólk lótu lív. Boðini frá hægsta rætti eru góð tíðindi hjá andstøðuleiðaranum, Raila Odinga, sum fleiri ferðir hevur víst á, at Uhuru Kenyatta vann valið við valsviki. Sakførarin hjá Odinga sigur, at meira enn 5 miljónir atkvøður eru við í valsvikinum, og tí hevur hann kravt, at valið verður ógildað. Vit hitta Mimi Vágsheyg frá Caf Fríðu, stjóran á KJ Hydraulik, Ólav Ásafsson Olsen, stjóran á FabLab Joannes Djurhuus, borgarstjóran í Fuglafjarðar kommun, Sonna á Horni, mentanarleiðaran Rønn Eliasen, tónleikararnar Knút Háberg Eysturstein, Konni Kass og Anders Riis, Kristinu Berg, Niels Midjord, og kokkarnar Leif Sørensen og Fanney Fóri. Tú kanst hoyra sendingina her Heðin Zachariasen, sum er næstformaður í Kommunufelagnum og borgarstjóri í Sunda kommunu, heldur, at uppgerðin hjá Búskaparráðnum er skeiv. Hann vil, at stóru íløgurnar hjá tunnilsfelagnum og SEV eiga at vera roknaðar uppí. Seint seinnapartin fóru Stelkur og Vesturtúgva at trola eftir f royska glastrevjabátinum, sum sakk í Dkopunarfirði furranáttina í samanstoyti við farmaskipið, Mykines. Tveir menn vóru umborð á glastrevjabátinum. Ein 68 ára gamal maður varð bjargaður, men ein 70 ára gamal maður er framvegis saknaður. Í Granskingarnevndini, sum stjórnar Granskingargrunninum, sita 7 limir. Nevndarlimirnir skulu hava skil fyri tí strategiska týdninginum, sum granskingin hevur fyri samfelagið, ella hava granskingarførleika. Hetta skrivar heimasíðan hjá Granskingarráðnum, gransking. fo. Granskingarnevndin hevur greiðan arbeiðssetning, so sum at hava ovastu leiðsluna yvir granskingargrunninum og yvirskipaðu ábyrgdina av, at ásetingarnar í lógini um virksemi grunnsins verða fylgdar, og at grunnurin virkar samsvarandi endamálinum. Granskingarnevndin skal eisini ráðgeva landsstýrinum og vinnulívinum í granskingarpolitiskum spurningum, og hon skal eisini leiðbeina og ráðgeva granskarum í granskingarspurningum. Granskingarnevndin umsitir granskingargrunnin og tekur endaliga støðu til, hvørjar umsóknir verða stuðlaðar. Wilhelm E. Petersen, ph.d., stjóri á Vinnuháskúlanum, formaður, tilnevndur av Mentamálaráðnum Erika A. Hayfield, ph.d., lektari á Fróðskaparsetrinum, tilnevnd av Mentamálaráðnum Rúni Weihe, deildarleiðari fyri G og M á Havsbrún, tilnevndur av Fiskimálaráðnum Richard Schwartson, KT leiðari hjá Landsapotekaranum, tilnevndur av Heilsumálaráðnum Marjun Wilhelm, góðskuleiðari hjá Luna, tilnevnd av Uttanríkis og Vinnumálaráðnum Durita í Grótinum, góðskuleiðari hjá JFK, tilnevnd av Arbeiðsgevarafelagnum Helgi Eidesgaard, savnshjálpari á Landsskjalasavninum, tilnevndur av løntakarafeløgunum Stelkur og Vesturtúgva trolaðu ígjárkvøldið aftur eftir glastrevjabátinum, og Brimil hevði yvirumsjón við leitingini í gjárkvøldið. Roynt varð tríggjar ferðir at fáa bátin í trolið, men tað eydnaðist ikki. Teir eru tí givnir við trolingini, sigur Hilmar Johannesen, vaktleiðari á MRCC støðini. Edvard Bjarnason, leiðari fyri MRCC, sigur, at nú verður kannað, hvørjir møguleikar eru. Ein møguleiki er at senda niður robottar, sum arbeiðstól, og teir kunnu eisini taka myndir av bátinum. Edvard Bjarnason leggur aftrat, at nú er ikki talan um lívbjargandi arbeiði meira, og tí eru tað nú aðrir instansir, sum skulu gera av, hvussu víðari skal fara fram. MRCC heitir á skip og bátar um at halda vakið eyga og boða MRCC frá um tey síggja nakað, sum kann hava nakað við samanstoytin at gera. Kollbrún Benediktsdóttir, ákæri, segði í rættinum í gjár, at eingin ivi er um, at tann ákærdi er sekur, og hon kravdi harðari revsing, enn tey 16 árini, sum rætturin áður hevur dømt í drápsmálum. Hon heldur ikki, at frágreiðingin hjá ákærda hongur saman, tær eru mótstríðandi og fleiri ferðir hevur hann broytt frágreiðing. Seinast í rættinum, har hann broytti frágreiðing um, hvat hendi lagnu náttina. Ákærin vísur eisini aftur royndini hjá ákærda at blanda hin mannin í bilini uppí málið. Til hetta sigur ákærin, at hann hevur ikki havt nóg nógva tíð til at taka Birnu av døgum og fjala hana, áðrenn hann á vakmyndum sæst fara úr bilinum og fara umborð á Polar Nanoq. Átjan ár er avgjørt minstamark, segði ákærin í rættinum og vísti á, at tann ákærdi nýliga hevur fingið dóm í Grønlandi í rúsevnamáli. Verjin hjá 30 ára gamla manninum krevur frídøming. Hann vísur á, at løgreglan var skjót at staðfesta gerningsmannin og avskriva hin mannin í bilinum. Páll Rúnar Kristjánsson sigur, at løgreglan bara hugsavnaði seg um 30 ára gamla mannin, og var skjót at boða frá, at hann var seki persónurin. Verjin vil eisini vera við, at fingramerkini, sum vórðu funnin á koyrikortinum hjá Birnu, ikki við vissu kunnu ávísast til at vera hansara. Norskir serfrøðingar funnu 11 punkt, vanliga krevur rætturin í Íslandi 12 punkt. MRCC heitir á skip og bátar um at halda vakið eyga og boða MRCC frá um tey síggja nakað, sum kann hava nakað við samanstoytin at gera. Kommunalmálaráðið í Noregi biðir allar kommunur um í minsta lagi einaferð at telja atkvøðurnar við hond á Stórtingsvalinum seinni í hesum mánaðinum. Ein maskina telur atkvøðurnar, men eftir at Valstýrið, norski trygdarmyndugleikin og trygdartænastan hjá løgregluni hava mett um skipanina, hevur valstýrið gjørt av, at allar atkvøður skulu teljast við hond. Valskipanin í Noregi er royndarkoyrd og er trygg. Samstundis hava vit sæð vaksandi virksemi og áhuga útifrá fyri tøkniligu loysnunum, og tí halda vit, at tað er rætt at seta trygdartiltøk í verk, og eitt av teimum eru at kommurnar skulu telja upp manuelt, sigur Jan Tore Sanner, ráðharri í kommunumálum, við norska TV2. Hann metur tó ikki, at talan er beinleiðis um hackarar, men at økti áhugin fyri tøkniligu síðuni av valskipanini, ger, at trygdin er herd. Stór læknaráðstevna er í hesum døgum í Norðurlandahúsinum, har umleið 350 læknar úr øllum heiminum eru komnir at tosa saman og greiða frá sínum royndum og at fáa iblástur heimaftur við. Stjórnin í Danmark fer at eftirmeta próvtøkustigan, sum nú hevur verið galdandi í nøkur ár. Eftirmetingin snýr seg eitt nú um inflatión er komið í at geva próvtøl, og um til ber í nóg stóran mun at viðurkenna serstakt avrik í núverandi próvtøkustiga. Tað skrivar heimasíðan, Fólkaskúlin. Eftirmetingin er farin í gongd, og tá ið hon er liðug, fer danska stjórin at taka støðu til, um tørvur er á at tillaga próvtøkustigan. Síðani 7 talsstigin var tikin í nýtslu, hevur kjak verið um eitt nú munin millum próvtølini og møguleikan fyri próvtøkuinflatión. Eftirmetingin skal taka støðu til, um stigin livir upp til málini, sum upprunaliga vóru sett honum. Tað heilt serstaka Danski ráðharrin í útbúgvingarmálum, Søren Pind, heldur, at próvtal vantar fyri tað, sum er heilt serstakt. 12 talið er gott, men hetta próvtalið fevnir um bæði framúr avrik, og eisini tað heilt serstaka. Samstundis skulu vit hyggja at, um skipanin er ov eintýdd, sigur, Søren Pind, ráðharri í útbúgving, sambært heimasíðuni Skúlablaðið. Sjey talsstigin verður eisini nýttur í Føroyum. Og her er eisini inflatión komin í próvtalsstigan Tað verður oyst út við 12 tølum, sigur Rannvá Skeel Johannesen, sum hevur verið lærari í Eysturskúlanum í Havn síðani 2007. Henni dámar ikki so væl nýggja próvtalsstigan. Hoyr samrøðu við Rannvá Skeel Johannesen. Á stóru læknaráðstevnuni Nordic Society of Clinical Microbiology and Infectious Diseases, stytt NSCMID, sum í hesum døgum er í Norðurlandahúsinum í Havn, verður vitan um bakteriur, virus og smittuberandi bakteriur, flutt millum luttakandi læknarnar. Tyrlan hjá Atlantic Airways flutti í dag burturkastið av mølini og niðan til Trongisvágs, nakað vestanfyri tunnilsmunnan til Hvalbiar. Otto Gram er ein teimum sjálvbodnu, sum vóru við í átakinum, og hann var eisini við í dag, tá ruskið skuldi fáast til høldar. Vit tosaðu við Otto Gram í dag. Landsliðið heldur tí til í Sørvági, har teir eisini venja. Lars Olsen hevur eisini tikið avgerð um, at eingin venjing verður á Tórsvølli, tí hann vil sleppa undan koyringini. Landsliðvenjarin letur so væl at umstøðunum, at tað kann væl hugsast, at landsliðið aftur fer at halda til uttanfyri høvuðsstaðin í samband við heimadystir. Úttnorðurráðið hevur samtykt at heita á tey trý limalondini, Føroyar, Ísland og Grønland um at kanna, hvussu nýtslan og útlátið av mikroplastikk kann avmarkast. Tilmælið frá Útnorðurráðnum var eitt av fleiri tilmælum, sum ráðið samdist um á ársfundinum, sum hevur verið í Reykjavík seinastu dagarnar. Málið er, at kanningarúrslit síðani skulu leggjast fyri ráðið aftur á ársfundinum í 2018, so ráðið kann koma við einum endaligum tilmæli til londini um, hvussu farast skal fram við at fyribyrgja dálking við mikroplastikki í útnorði. Sum nakað nýtt vóru føroyski, íslendski og grønlendski uttanríkismálaráðharrin bodnir við á ársfund, har semja var um at undirskriva eina nýggja samstarvsavtalu. Málið við avtaluni er at kanna møguleikan fyri einum fríhandilsøki í útnorði og at stovnseta eitt handilsráð fyri økið. Kári P. Højgaard, Jørgen Niclasen, Bjørt Samuelsen, Joen Magnus Rasmussen, Magni Laksáfoss og Bill Justinussen eru føroysku umboðini í útnorðurráðnum. Bill Justinussen luttók tó ikki á ársfundinum hesaferð. Ein maður er stungin í Havn og er fluttur á Landssjúkrahúsið, meðan løgreglan hevur handtikið og skuldsett ein annan mann fyri grovan harðskap. Kristian Martin Joensen er vaktleiðari á løgreglustøðini í Havn í dag. Dagført Upprunaliga stóð í yvirskriftini, at maðurin varð stungin við knívi. Tað er rættað, tí tað enn ikki er váttað, hvørjum stungið varð við. Norðurkorea sigur seg nú hava kjarnorkuvápn heilt ítøkiliga eina brintbumbu sum røkkir allan vegin til amerikanska meginlandið, um neyðugt. Norðurkorea hevur seinastu árini gjørt fleiri royndarspreingingar og sambært stýrinum í afturlatna landinum eydnaðist tann 6. royndarspreinginin í september í fjør serstakliga væl. Jarfrøðisligar kanningar stuðla uppáhaldinum, sambært BBC. Seismologiskar mátingar vístu eitt munandi størri útslag enn áður mátað í sambandi við kjarnorkuroyndarspreingingar. Hóast øll tíðindi, sum koma beinleiðis frá norðurkoreanska stýrinum skulu takast við fyrivarni, tykjast politisku boðini verða greið. Norðurkorea tykist ikki sinnað at taka ógvusligu hóttaninar frá Donald Trump forseta í álvara. Liðið Gunnar Nielsen Málverji Atli Gregersen Miðverji Odmar Færø Miðverji Rógvi Baldvinsson Miðverji Jónas T. Næs Høgri vongbakkur Viljormur Davidsen Vinstri vongbakkur Fróði Benjaminsen Sentralur miðvøllur Rene Shaki Joensen Sentralur miðvøllur Sølvi Vatnhamar Høgri Miðvøllur Gilli R. Sørensen Vinstri miðvøllur Jóan Símun Edmundsson Áleypari Bonkurin Teitur M. Gestsson Símun Rógvi Hansen Hørður Askham Ári M. Jónsson Róaldur Jakobsen Kaj Leo í Bartalsstovu Karl Løkin Eli Falkvard Nielsen Klæmint A. Olsen Patrik Johannesen Fleiri av heimsins bestu telvarum eru við í stóru talvstevnuni í Georgia. Helgi er styrkismettur nummar 108 av teimum 128 telvarunum í kappingini. Í fyrsta umfari, sum er í dag og í morgin, telvar Helgi móti Teimour Radjabov úr Aserbadsjan, sum er nummar 22 í heiminum. Telvað verður soleiðis, at vinnarin fer víðari til annað umfar, meðan taparin fer úr kappingini. Heilt óvæntað eydnaðist Helga við svarta fólkinum at telva remis í fyrra sínamillum talvinum í dag. Helgi er ein av fýra norðurlendskum telvarum, sum er við í Georgia. Hinir eru heimsmeistarin Magnus Carlsen úr Noregi, Aryan Tari, eisini úr Noregi, og Jóhann Hjartarson úr Íslandi. Eingin telvari úr Danmark, Svøríki ella Finnlandi hava kvalifiserað seg. Helgi er við, tí at hann í fjør vann kappingina millum telvarar úr smátjóðum í Evropa. Í morgin hevur Helgi hvíta fólkið móti Teimour Radjabov. Líkt er tí til, at skipanin við trimum spælarum í miðverjuni, sum roynd var hóskvøldið, verður brúkt aftur í dag. Føroyska liðið verður tí mannað soleiðis, at Gunnar Nielsen stendur í málinum, í miðverjuni verða Atli Gregersen, Odmar Færø og Rógvi Baldvinsson, bakkar eru Jónas Tór Næs og Viljormur Davidsen, á miðjuni Fróði Benjaminsen, Rene Shaki Joensen, Sølvi Vatnhamar og Gilli Rólantsson, og frammi Jóan Símun Edmundsson. Men hví hesa broyting altso Róald Jacobsen út og Fróða Benjaminsen inn Tað spurdu vit Jóannes Jacobsen, hjálparvenjara á føroyska fótbóltslandsliðnum. Støðan í okkara bólki bólki B er tann, at Sveis er fremst við 18 stigum. Portugal er nummar tvey við 15 stigum, og Ungarn er nummar trý við 7 stigum. Føroyar eru nummar fýra við 5 stigum. Andorra er nummar fimm við 4 stigum, og Lettland er nummar seks við 3 stigum. Andorra tapti hóskvøldið 3 0 á útivølli fyri oddaliðnum Sveis, men í juni vann Andorra óvæntað 1 0 á Ungarn. Føroyar hava tvær ferðir spælt móti Andorra. Báðir dystirnir eru endaðir 0 0. Tann fyrri var vinardystur í Spania í 1999, og tann seinni var spældur í mars í ár í hesari undankappingini á útivølli í Andorra. Vinna Føroyar í dag, hevur føroyska landsliðið fingið 8 stig, og tað er ikki hent fyrr. Metið er frá undankappingini til HM endaspælið í 2002. Tá fingu Føroyar sjey stig fyri tveir sigrar á Luksemburg og ein javnleik móti Slovenia. Higartil í undankappingini hava Føroyar vunnið 2 0 á Lettlandi á útivølli, spælt 0 0 móti Ungarn á heimavølli og 0 0 móti Andorra á útivølli. Dysturin byrjar klokkan fimm seinnapartin, og verður sendur bæði í sjónvarpi og útvarpi. Útvarpið byrjar at senda av Tórsvølli klokkan trý. Sambært Búskaparáðnum vaks munurin millum húsaprísir í Tórshavn og aðrastaðni í Føroyum sera nógv í 2006 beint áðrenn stóru fíggjarkreppuna. Tá var miðalprísmunurin millum eini eini sethús í Havn og sethús uttanfyri Havnina ein millión. Tann prísmunurin hevur hildið sær seinastu tíggju árini fram til 2016. tá fer aftur kom á húsaprísirnar í Havn og prísmunurin fór upp á 1,5 milliónir krónur Í 1. ársfjórðingi 2017 er prísmunurin vaksin við 200.000 krónur Munurin er nú farin upp á næstan 1,7 milliónir krónur og tá eru íbúðarprísir ikki taldir við. Helst hevði munurin verið enn størri, um íbúðarprísir í Havn vóru tiknir við, tí sambært Búskaparáðnum er prísurin á eini íbúð vaksin meira enn sethúsaprísurin. Ein skjót leiting á heimasíðunum hjá stóru meklarunum, Betri heim og Skyn, vísir at 39 hús eru boðin til sølu fyri omanfyri 2,5 milliónir krónur Av teimum eru 5 at finna uttanfyri høvuðsstaðarøki. Ferðafólkatalið á Vága Floghavn bara veksur og nú er Vága Floghavn fjórðstørsta floghavn í danska kongaríkinum. Kastrup er sjálvandi nógv størst, síðani koma Billund og Aalborg og so plagdi Aarhus at hava fjórðflest ferðandi. Hetta er nú broytt. Til og við augustmánað í ár eru 242.197 fólk farin um Vága Floghavn og tað er umleið 6000 fleiri ferðandi enn Aarhus lufthavn hevur havt. Hetta hevur við sær, at EB Streymur Skála nú hevur 45 stig fyri 17 dystir. KÍ hevur 40 stig fyri 15 dystir, so KÍ kann endurvinna oddasessin, um tær vinna dystirnar, tær eiga til góðar. Hinvegin hittast júst hesi bæði liðini, EB Streymur Skála og KÍ við Margáir í Streymnesi á seinasta leikdegi, so 20. leikumfar kann enda sum eitt satt finaluumfar. Maðurin, sum løgreglan handtók í nátt fyri at hava stungið ein annan mann, er avhoyrdur og leyslatin aftur. Tað merkir, at heldur einki grundlógarhoyr verður. Klokkan tvey í nátt fekk løgreglan fráboðan um harðskap. Tað vísti seg, at talan var um ein mann, sum var stungin í búkin. Maðurin varð fluttur á Landssjúkrahúsið, meðan ein annar maður var handtikin og síðani skuldsettur fyri grovan harðskap. Innlagdur Maðurin, sum er stungin, er framvegis á landssjúkrahúsinum. Av løgreglustøðini verður sagt, at støða hansara er stabil og hann er ikki í lívsvanda. Reiðarafelagið fyri farmaskip heldur, at uppskotið neyvan er vent móti virknari vinnu, men heldur móti skipum, sum liggja við bryggju ella fyri akker í Føroyum í longri tíð. Útlendsk skip liggja millum oyggjar í Føroyum, meðan tey bíða eftir farmi, tí her sleppa tey at dálka meira enn í Danmark til dømis. Tekniska deild hjá býráðnum mælti til at broyta byggisamtyktina, so kirkjan kann byggjast har, sum ætlanin er at byggja hana, ella gera serstaka byggisamtykt, sum loyvir hægri bygging enn 8,5 metrar. Tann fyrsta oktober fara sáttmálarnir hjá teimum ymisku fakfeløgunum á almenna arbeiðsmarknaðinum úr gildi. Tí skal nú samráðast um nýggjar sáttmálar. Fyri eini viku síðani handaðu Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið hvørjum øðrum eitt skriv við sínum ynskjum til sáttmálasamráðingarnar, sum verða í heyst. Í morgunsendingini fortaldi Jógvan Amonsson um sáttmálasamráðingar.Hann er grannskoðari og hevur drúgvar royndir sum semingsmaður á almenna arbeiðsmarknaðinum. Leygardagin varð skipað fyri móttøku í nýggju framleiðsluhølunum hjá Bakkafrost á Glyvrum, samstundis sum nýggi báturin Rólant kom í flotan hjá Bakkafrost. Útflutningurin til londini, sum lógu ovast um aldaskiftið, tey vóru Danmark, Bretland, Italia, Spania og Frakland, er minkaður nakað, men er kortini enn í tí ovasta endanum. Í dag byrja tvey mál sum Fíggjarligt Støðufesti hevur reist ímóti tveimum fyrrverandi bankaleiðslum. Talan er um Eik Banka, sum steðgaði í 2010 og EBH bankan sum steðgaði í 2008. Og sakarmál er eisini reist ímóti tveimum grannskoðarafeløgum. Vit hoyra søgu, sum Enid Blyton hevur skrivað. Alex Sólstein týddi til føroyskt. Kári Sólstein lesur. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2001. Vit hoyra søgu, sum Enid Blyton hevur skrivað. Alex Sólstein týddi til føroyskt. Kári Sólstein lesur. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2001. Vit hoyra søgu, sum Enid Blyton hevur skrivað. Alex Sólstein týddi til føroyskt. Kári Sólstein lesur. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2001. Vit hoyra søgu, sum Enid Blyton hevur skrivað. Alex Sólstein týddi til føroyskt. Kári Sólstein lesur. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2001. Tað stóð á jøvnum, tá 20 leikir vórðu spældir í dag. Í 21. leiki var Helgi óneyvur, og eftir tað var eingin náði. Radjabov fekk við snildari fintu avgerandi álop, og Helgi legði kongin, tá 32 leikir vóru fluttir. Radjabov nummar19 Á nýggja alheims styrkilistanum, sum heimstalvsamgongan FIDE kunngjørdi fríggjadagin, er 30 ára gamli Teimour Radjabov nummar 19 í heiminum. Av teimum 128 telvarunum, sum eru við í kappingini í Tbilisi, er Helgi Dam Ziska ein av fýra norðurlendingum. Jóhann Hjartarson úr Íslandi tapti 2 0 fyri David Navara úr Kekkia, men Aryan Tari úr Noregi fekk 1 1 móti Gawain Jones úr Onglandi. Teir fara undir kvik telving í morgin. Fjórði norðurlendingurin er heimsmeistarin Magnus Carlsen úr Noregi. Hann telvar seg spælandi víðari í annað umfar. World Cup talvkappingin í Tbilisi endar 28. september. Vit tosa við lívfrøðing, ið fer at greiða frá avbjóðingunum, ið standast av hesum. Eisini hava vit spurt kommunur ymsa staðni í Føroyum, hvør trupulleikin er av fremmandum plantum og skordýrum í teirra kommunu, og hvat kommunan ger fyri at basa hesum. Vit vitja gróðurstøðina hjá Skógrøkt Landsins og tosa við Rakul Dahl, og eisini spyrja vit Høgna Hoydal, landsstýrisfólkið á økinum, um eftirlitsskipanin við innflutningi av plantum er nóg góð. Onnur innsløg í sendingini eru ein samrøða við Eyðun á Lakjuni um kórkonsert í Fuglafirði og samrøða við Ottar í Uttastovu, bónda í Trøðum á Sandi um føroyskt grønmeti. Eysturoyartunnilin er í gerð, og longu áðrenn arbeiðið upp á Sandoyartunnilin er byrjað, eru fyrireikingarnar til Suðuroyartunnilin av álvara farnar í gongd. Hóast kommunur kring landið stykkja út, er trupult at nøkta eftirspurningin, tí fleiri tóm hús á bygd koma ikki á sethúsamarknaðin. Borgarstjórin í Vága kommunu, Eyðdis Hartmann Niclasen, kennir væl trupulleikan, tí í kommununi standa ikki færri enn umleið 100 hús tóm. Nýggi fyribilssetti stjórin á Landssjúkrahúsinum, Ronnie Midjord, fegnast um, at nýggi stjórin á Landssjúkrahúsinum eisini verður forstjóri á øllum trimum sjúkrahúsunum. Tað sigur landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, nú Kommunufelagið ikki tók undir við einum uppskoti til avtalu við Fíggjarmálaráðið um, at rakstrar og íløguútreiðslurnar hjá kommununum verða lagdar í játtanarkarmarnar hjá landinum, og at kommunurnar aftur fyri sleppa at læna meira pening til íløgur. Búskaparráðið hevur seinastu tvey árini mælt til eina felags búskaparstýring millum land og kommunur, tí tað kann minka um sveiggið í búskapinum og fløskuhálsarnar á byggi og bústaðarmarknaðinum. Fíggjarmálaráðið hevur í longri tíð samráðst við kommunurnar um, hvussu rakstrarvøksturin og íløgurnar hjá landinum og kommununum kunnu samskipast. Og tað eyðnaðist í síðstu viku Kristina Háfoss og Dennisi Holm, formanni í Kommunufelagnum, at leggja framm eitt uppskot um eina slíka avtalu millum land og kommunur. Men kommunurnar, sum eru limir í kommunufelagnum, taka ikki undir við uppskotinum. Tá semja ikki fæst við kommunurnar, so er neyðugt við lóg, at fáa kommunurnar uppí játtanarkarmarnar hjá landinum, sigur Kristina Háfoss. Fíggjarmálaráðið arbeiðir í løtuni við at gera broytingar í lógini um játtanarkarmar. Og tað er í sambandi við hetta arbeiðið, at Kristina Háfoss eisini hevur ætlanir um at gera broytingar, sum tryggja, at rakstrarvøkstur og íløgur hjá bæði landi og kommunum verða samskipaðar. Í avtaluni var skotið upp, at frá nýggjárinum skuldu 5 ára játtanarkarmar samtykkjast, sum fevna um rakstur og íløgur hjá bæði landi og kommunum. Aftur fyri, at kommunurnar tóku undir við hesum, so skuldu kommunurnar sleppa at læna meira pening. Tørvurin hjá komununym á íløgum er vaksin í sambandi við, at eldraøkið varð lagt til kommunurnar. Við avtaluni, sum lá á borðinum hjá kommunufelagnum skuldu kommunrnar sleppa at læna upp til 28 prosent av eini álíkning í staðin fyri 23 prosent av eini álíkning, sum er loftið í dag. Hóast kommunurnar ikki tóku undir við uppskotinum um eina avtalu, so vilja tær tó framvegis samráðast. Tær skjóta millum annað upp, at kommunurnar skulu sleppa til at goyma pengar til verri tíðir heldur enn at seta skattin niður í góðum tíðum. Í dag hevur ein kommuna ikki loyvi til at hava yvirskot. Borgarstjóri í Sunda kommunu, Heðin Zachariasen, væntar, at tað verður torført at fáa undritøku fyri einum lógaruppskotið, sum skal noyða kommunurnar og landið at samskipa íløgur. Millum annað tí, at fleiri borgarstjórar eru í løgtinginum. Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, segði við útvarpið í dag, at nú semja ikki fekst millum Fíggjarmálaráðið og kommunurnar um ein leist at samskipa rakstrarvøkstur og íløgur millum land og kommunur, so hevur hon ætlanir um, at gera hetta við lóg. Men Heðin Zachariasen, heldur, at ein slík lóg tekur sjálvsavgerðarrættin frá kommununum, og hon verður ómøgulig at umsita, tí til ber ikki at fáa semjur millum landið og tær 29 kommunurnar í landinum, um hvar og nær íløgur skulu gerast. Eisini heldur hann, at ein slík lóg kann forða fyri menning í ávísum økjum í landinum, tí kommunurnar ikki kunnu gera íløgur, tá tær vilja tað. Tað verður bíligari at gera Suðuroyartunnilin í tveimum, tað er at lata hann koma upp í Skúgvoynni, tí trygdarkrøvini verða sett hvørjum tunli sær, tunlinum millum Sandoynna og Skúgvoynna og tunlinum millum Skúgvoynna og Suðuroynna. Tunnilsmunnin í Hvalba til nýggja Sandvíkartunnilin verður vestan fyri bygdina, og ein nýggjur vegur verður gjørdur uttan um Hvalba, so tann nógva ferðslan ikki skal gjøgnum bygdina. Landsverk skjýtur tí upp at játta 3,7 milliónir krónur yvir trý ár til hetta arbeiðið, frá tí at ásett verður at byrja upp á undirsjóvartunnilin til Suðuroynna. Landsgrannskoðanin sigur í frágreiðing sínari fyri 2016, at almennir stovnir rinda oftari og oftari privatum fyritøkum fyri at útinna vanligar fyrisitingarligar uppgávur, sum stovnarnir sjálvir helst áttu at havt førleika at útint. Í summum førum kundu teir helst fingið annan serkønan stovn í landsumsitingini at ráðgivið sær, sum Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum, tá ræður um setanar og uppsagnarmál. Onnur dømi eru, at almennir stovnar fara út um landsumsitingina eftir hjálp til málsligar uppgávur og til at orða skriv og tænastur í sambandi við starvsfólkadagar. Landsgrannskoðanin heldur, at leiðsla og starvsfólk á einum almennum stovni, sum er settur á stovn at røkja fyrisitingarligar uppgávur, eiga at hava førleikar til tær uppgávurnar, sum natúrliga hoyra til stovnin. Tá ein stovnur keypir tænastur, sum áttu at verið partur av uppgávunum hjá starvsfólkum stovnsins, kann ivi verða sáddur um, um neyðug fíggjarlig atlit verða tikin. Landsgrannskoðanin heldur eisini, at tíðin er komin at taka spurningin upp, hvussu uppgávurnar hjá stovnum skulu vera greinaðar fyri at avgera, hvat stovnsrakstur er. Bókin snýr seg um leiðslu og menning í Føroyum nú og í framtíðini. Hon er skrivað út frá royndum, sum høvundarnir, Torben Nielsen og Eyðbjørn Poulsen, hava gjørt í føroyskum fyritøkum og stovnum. Evnini, sum verða umrødd, eru millum annað hvat er góð leiðsla, hvussu er at vera leiðari hjá tí almenna, hvussu er at vera leiðari í tí privata og hvat skal leiðarin hava í huga í framtíðini. Føroysku skúlanæmingarnir akta ov illa, og hava for lítla virðing fyri skúlanum og lærarunum, halda Jón Weihe, Tóki Joensen, Josenio Ranin Gorres og Thor Lorenzen, sum eru næmingar í 9. flokki í Sørvágs skúla. Finski skúlin er nógv øðrvísi enn okkara tey leggja stóran dent á, at næmingarnir hava virðing fyri lærarunum, at tað verður arbeitt nógv í tímunum, at teir ikki hava skúlating, og at skúladagurin er stuttur. Hetta halda teir fýra, við tíðini, kundi verið ført inn í føroysku skúlaskipanina. Heldur ikki í gjár eydnaðist Brimli at fáa myndir av bátinum sum sakk í Skopunarfirði hósnáttina. Tað eydnaðist at fáa upptøkutólið niður á botn, men vindur og streymur gjørdu, at ongar myndir fingust av bátinum. Báturin liggur á 70 til 100 metra dýpi í Skopunarfirði. Hann liggur í eini íðu, og har rekur alla tíðina, so tað er torført at arbeiða í økinum. Ætlanin er at halda fram við royndini at fáa myndir av bátinum, fyri at vita hvørjum standi hann er í. Ætlanin er gera eina roynd aftur seinnapartin í dag tá kyrrindi eru. Í morgin kl. fimm seinnapartin verður Sjóforhoyr í rættinum um hendingina hósnáttina tá farmaskipið Mykines og báturin bóru saman í Skopunarfirði. Tveir mans vóru við bátinum. Annar var bjargaður, meðan hin ikki kom afturíaftur. Og hóast eitt vitni kendi hin ákærda, tann 30 ára gamla, aftur á einari mynd hjá politinum, er tað ikki prógvað so væl, at eingin rímiligur ivi er um, at tað vóru teir, sum settu eld á AA húsið við Tinghúsvegin í Havn seint um kvøldið 20.juli í fjør. Viðvíkjandi DNA sporunum sigur rætturin, at tann ákærdi hevði verið á AA fundum í húsinum nakað frammanundan, at tey brunnu, so sporini, millum annað í einum blóðdropa á einum spaka, kunnu verða komin tá. Við virðing fyri tí kærleika, sum verandi altarmyndir kring allar Føroyar eru umgirdar av frá kirkjulimum, sum hvønn sunnudag hyggja at teimum, má eg kortini undrast á, at vit ikki hesi seinastu hundrað árini hava fingið fleiri føroyskar altartalvumyndir settar upp í føroyskum kirkjurúmum. Hon viðurkennir, at kirkjurúmið er nakað heilt serstakt fyri nógv fólk, og at tað ivaleyst verður ein ávís mótstøða, um gomlu myndirnar verða skiftar út. Vit hoyra søgu, sum Enid Blyton hevur skrivað. Alex Sólstein týddi til føroyskt. Kári Sólstein lesur. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2001. Felagið hevur við íblástri frá góðum royndum úr øðrum londum søkt stuðul til at seta sjálvhjálparbólkar á stovn í Føroyum, soleiðis at føroyskir LGBTarar somuleiðis kunnu fáa møguleika til at betra um sálarligu heilsuna. Granskingarráðið hevur játtað 150 túsund krónur í stuðuli, treytað av, at aðrir stovnar stuðla verkætlanini. Talan er um royndarverkætlan og sjálvhjálparbólkarnir verða skipaðir í Havn. Um tú ferðast til Kenja skalt tú sostatt leggja allar plastposar eftir á flogvøllinum, skrivar BBC. Forboðið fevnir ikki um tey, sum framleiða plastposar til ídnaðin. Forboðið verður sett í verk, tí stjórnin í Kenja heldur, at plastposar skaða umhvørvið og tí teir tippa frárensl. Hvørt ár lata matvøruhandlar í Kenja út 100 miljónir plastposar, sambært upplýsingum í ST umhvørvistilmælinum. Men kenjiski umhvørvismálaráðharrin, Judi Wakhungu, sigur tvørturímóti, at forboðið fer at skapa fleiri arbeiðspláss, tí nú er neyðugt at framleiða fleiri posar burturúr umhvørvisvinarligum tilfari. Sambært ST umhvørvistilmælinum, eru stórir umhvørvisligir trupulleikar av plastposum, tí teir skaða umhvørvið og elva til ringa heilsu. Plastposar eru partur av teimum átta miljónum tonsunum av plasti, sum hvørt ár verða tveitt í havið. Og heldur henda gongdin fram, so verður meira plast enn fiskur í havinum í ár 2050. Hetta er ikki fyrstu ferð, at plastposar verða bannaðir í Kenja. Í 2005, 2007 og 2011 vórðu tunnir posar bannaðir, tí teir lættiliga fóru við vindinum. Men forboðið hevur ikki bøtt nakað serligt um støðuna, og nú verða reglurnar so herdar. Forboð, sum hetta í Kenja, eru sett í verk í øðrum afrikonskum londum, eitt nú Kamerun, Guinea Bissau, Mali, Tansania, Uganda, Etiopia, Mauretania og Malawi, skrivar svt. Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, heldur, at kommunur eiga at fáa møguleika at áleggja bústaðarskyldu og tænastugjøld. Tað sigur hon, nú tað er komið fram, at hundrað tals hús standa tóm kring landið, samstundis sum kommunurnar rinda milliónir til útstykking og at viðlíkahalda vegir til fólkatóm grannaløg. Zeta arkitektar hava saman við Bústøðum gjørt uppskot um at gera íbúðir og barnagarð í skúlanum, matstovu og kømur at leiga í Sanatoriinum og kreativan verkstað í Nýggja húsi. Harafturat er ætlanin at brúka part av sjálvari fløtuni í Hoydølum til smáar garðar, sum fólka kunnu leiga til at velta epli og annað grønmeti. LISA, Listafólkasambandið, hevur gjørt bókling um uppskotið hjá LISA um at gera listadepil í Hoydølum. Hesin bóklingurin er eisini á framsýningini í Mentamálaráðnum. Mentamálaráðið hevur ikki avgjørt enn, hvussu bygningarnir hjá landinum í Hoydølum skulu brúkast, tá gamli Føroya Studentaskúli og HF skeið flytur haðani. Tað er ikki altíð neyðugt a fara so langt at njóta tey frítíðarítriv ein hevur hug til. Tey sum standa á brimfjøl í Føroyum hava, heldur enn at fara langt at ferðast fyri at íðka, so velja tey at brúka møguleikan, sum er í nærumhvørvinum, nevniliga Føroyar. Luther stríddist fyri at finna náðugan Guð og hann fann Hann. Luther sannaði, at menniskjan er tað skapta og Guð er Skaparin. Menniskjað kan bert koma við tómum hondum, tí um alt kemur frá Guði, hvat skal so menniskjan geva Guði Ingi á Steinamørk, stjóri, og Petur Jacobsen, nevndarformaður hjá R7, eru samdir um, at góðu umstøðurnar, sum útvarpsstøðin fær í Havn, fara at hoyrast aftur í lurtinum. Væntandi vera fleiri lívsstílsendingar og helst eisini meira politiskt tilfar. Ætlanin er at hava ein lokalredaktión í Havn, ið fer at gera regluligar sendingar. Tað er ein sannroynd, at tað er nógv longur úr Havn til Runavíkar enn úr Runavík til Havnar, og tað fer at hoyrast, sigur Petur Jacobsen brosandi Í dag klokkan fimm verður sjófrágreiðing í Føroya rætti um hendingina hósnáttina, tá farmaskipið Mykines og ein lítil glastrevjabátur stoyttu saman, og báturin sakk. Leiðslan í flokkinum er kúrr, men Magni Arge sigur í dag, at hann fer at biða varafólk fyri seg, antin í Løgtinginum ella Fólkatinginum. Flokkurin fer at viðgera málið, tá Vinnunevndin kemur aftur úr Japan. Í dag klokkan 14.00 verður fyrsta samkynda parið vígt í Føroyum. Talan er um tveir bretskar menn, sum eru komnir til Føroyar fyri at giftast. Tað verur Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, sum skal víga parið. Í samtaksleiðsluni hjá BankNordik eru nú Árni Ellefsen, forstjóri, Per Sjørup Christiansen, privatkundastjóri, Turið F. Arge, rakstrarstjóri og Rune Nørregaard, fíggjar og kredittstjóri. Sjúkuavgerðin hevur við sær, at støða eisini skal takast til, hvørjar uppgávur hann skal vera verji fyri í framtíðini, og hvørji heiðursstørv hann skal røkja, stendur í fráboðanini. Ríkissjúkrahúsið sigur, at avleiðingarnar av sjúkuni eru verri enn væntað. Tí kann verumátin broytast, eisini dømievni og kenslulív, stendur í tíðindaskrivinum. Aksel V. Johannesen, løgmaður, sigur seg undrast á, at Sambandsflokkurin ikki longur stendur við álitið frá 2010 um stjórnarskipanina, um at strika viðmerkingarnar til uppskotið, sum Sambandsflokkurin eisini skrivaði undir. Hetta undrar meg stórliga, tí formaðurin í Sambandsflokkinum hevur als ikki givið hetta til kennar á teimum mongu fundunum, sum hava verið síðani á heysti í 2015, sigur løgmaður í svari til Bárð Nielsen, formann í Sambandsflokkinum, sum setti Akseli V. Johannesen ein grein 52 spurning um stjórnarskipanina. Aksel V. Johannesen sigur, at politiska skipanin, eisini Sambandsflokkurin, hevur verið á einum máli um, at viðmerkingar skulu ikki vera við uppskotinum um Stjórnarskipan Føroya. Hetta kemst av, at uppskotið er so serstakt, at tað kann ikki javnmetast við eina vanliga løgtingslóg, tá ið ræður um uppseting og eftirkanning. Síðani løgtingsvalið í 2015 hava allir floksformenn arbeitt víðari við stjórnarskipanini, og útgangsstøðið hevur verið uppskotið hjá grein 25 nevndini frá 2010. Í arbeiðnum seinastu tvey árini hevur einki ynski hevur verið um at seta viðmerkingarnar inn aftur í uppskotið, heldur ikki frá Sambandsflokkinum, sigur løgmaður í svarinum til Bárð Nielsen. Aksel V. Johannesen sigur, at uppskotið um stjórnarskipan verður latið løgtinginum í næstum. Eftir ætlan fer uppskotið í eina grein 25 nevnd, har allir flokkar verða umboðaðir. Hann sigur seg vóna, at uppskotið fær eina virðiliga og uppbyggjandi viðgerð, har spurningurin um viðmerkingarnar eisini verður viðgjørdur. Ómegd er ein nýskrivaður leikur eftir Kristinu Sundar Hansen. Leikurin snýr seg um trý fólk, tvær kvinnur og ein mann, ið hvør í sær siga sína søgu um teirra lív í parløgum, har samljóð ikki er ímillum partarnar um at geva seg yvir til, ella hava virðing fyri hvørjum øðrum. Frásagnirnar í leikinum byggja allar á veruligar hendingar, og siga tær frá hvat hendir, tá eitt parlag fer av kós, og harðskapurin tekur yvir. Vit hava verið til Ómegd, og tosaðu við Kristinu Sundar Hanen, leikstjóra og leikritahøvund, Jenny Petersen, stjóra á Tjóðpalli Føroya og við Súsannu O. Skaale, rithøvund til bókina Um bara hann sló meg , sum tvær av frásagnunum eru frá. Leingist tær eisini eftir Noora, Vilde, Eva, Sana og Chris Vikuskiftið 8. 10. september hevur tú møguleika fyri at endursíggja alt SKAM frá byrjan til enda. Norrøna Ungmannafelag Føroyar, Kringvarp Føroya og Norðurlandahúsið hava nevnliga sligið seg saman um sýna allar fýra sesongirnar av SKAM sum maraton. Tann, sum kom við hugskotinum um hetta tiltak var Morten Stemre. Emma Annika Thomsen, skrivari hjá Røddini, er ein teirra, ið er við til at skipa fyri tiltakinum. Hon hugleiðir um, hví SKAM er so vælumtókt. Richard McBride og Leslie Travers skrivaðu søgu í dag, tá teir vóru fyrsta samkynda parið, sum bleiv vígt í Føroyum. Tað var Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, sum vígdi teir. Teir hava altíð verið hugtiknir av Føroyum og hava fylgt við í kjakinum um føroysku hjúnarbandslógina, men teir vistu ikki fyrr enn í dag, at teir vóru teir fyrstu samkyndu at gifta seg í Føroyum. Richard McBride og Leslie Travers, sum eru 47 og 48 ára gamlir, hava verið par í 16 ár og búgva til dagligt í London. Responsurin var nógv betri enn eg hevði torað at vóna, sigur Sakaris Stórá, eftir at Dreymar við havið var sýndur í Norðurlandahúsinum í gjár. At gera filmar til føroyskar áskoðarar er ikki nakað, sum er vanligt, og tí hava vit ikki traditiónina at síggja okkara egna samfelag á filmi. Tað kann hava neiliga ávirkan á tey sum hyggja, sigur Sakaris Stórá, sum var sera lættaður, eftir at filmurin fekk góð orð við á vegnum, frá teimum, ið vóru og hugdu. Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, fer nú at gera eitt uppskot um at broyta mvg lógina, sum eisini skal áseta heimild hjá Taks at áleggja ómaksgjald fyri ikki at nýta Vinnugluggan. Landsgrannskoðanin hevur víst á, at tað er ógreitt, hvussu Taks er komin til ta niðurstøðu, at stovnurin av sínum eintingum kann áleggja ómaksgjald á fyritøkur, sum ikki nýta Vinnugluggan. Landsgrannskoðanin hevur millum annað víst á, at tað er ikki ásett í lóg, at vinnukundar skulu brúka Vinnugluggan, og at tað er ikki siðvenja hjá stovninum at áleggja ómaksgjald á brúkarar. Tá uppskotið um at góðkenna landsroknskapin fyri 2015 varð í tinginum, átalaðu løgtingsgrannskoðararnir, at Taks hevði kravt pening inn við ivasamari heimild. Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum boðaði frá, at ætlanin var at broyta lógina, so tað verður álagt fyritøkum at nýta Vinnugluggan, og hvat skal henda við teimum gjøldum, sum eru kravd inn við ivasamari heimild. Landsgrannskoðanin upplýsir í frágreiðingini fyri 2016, at í august í ár hevur Kristina Háfoss kunnað grannskoðanina um, at ætlanin er at fara í tingið í hesari tingsetuni við uppskoti um at broyta mvg lógina. Broytingin fer at áseta, at fyritøkur sum meginreglu skulu nýta Vinnugluggan, og heimild at áleggja ómaksgjøld fyri ikki at nýta Vinnugluggan. Tølini úr talgildu heilsuskipanini erú í svarinum hjá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, til Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinnu, sum spurdi um heilsuverkið. Dreymar við havið er eitt coming of age drama, sum tey siga. Ikki bara ein ungdómsfilmur, men eisini ein leitan eftir samleika í tannáringa skeiðanum, og ein sosialur kommentarur um korini at vaksa upp í einum samfelag sum okkara. Og hetta er ikki bara sum um. Hetta er føroyskt. Uttan undirtekst, tí málið er okkara. Tí verður hetta eisini ein politiskur boðskapur, eitt statement í sjálvum sær, um føroyska filmsgerð og hvussu langt hon er komin. Hetta er eitt búgvið coming of age drama uttan beiskleika men poetiskt eitt ungdómsdrama, sum letur seg upp, sum Ester sigur, og verður borið av einglum, fyri at vera í terminologiini hjá handritahøvundinum, Marjun Syderbø Kjælnes. Seinastu 14 dagarnar hevur hon verið í starvsvenjing á Talentakademinum hjá Ringkøbing Skjern, har hon veruliga hevur lært, hvat tað vil siga at liva sum professionellur hondbóltsspælari. Tað tykist enn ikki greitt, hví farmaskipið Mykines silgdi á grastrevjabátin, Mars, fyri júst einari viku síðani, hósnáttina 31. august. Tveir menn vóru við Mars. Annar varð bjargaður, hin er ikki komin afturíaftur. Í gjárkvøldið var sjófrágreiðing um vanlukkuna í Sjórættinum. Í sjófrágreiðingini vitnaðu skipari, fyrsti stýrmaður og maskinstjóri á Mykinesi, umframt maðurin, sum varð bjargaður av Mars og skiparin á trolaranum, Baki, sum kom á vanlukkustaðið. Tað tykist enn ikki vera greitt, hvussu tað bar til, at Mykines og Mars kundu sigla so tætt at hvørjum øðrum, áðrenn menn varðnaðust vandan. Umborð á Mykinesi vóru bæði skipari og maskinstjórin á brúnni, tá skipið silgdi á glastrevjabátin, Mars. Men teir varðnaðust ikki bátin, fyrr enn tað var ov tætt til at stýra undan. Skiparin segði, at hann roknaði við, at báturin hevur ligið myrkur, og glastrevjabáturin sást ikki á radaranum. Tað hendi so knappliga, at tað vóru bara nøkur sekund frá tí, at teir varðnaðust bátin, til tað var ov seint. Maðurin, sum varð bjargaður frá glastrevjabátinum, segði, at glastrevjabáturin var sera væl útgjørdur, og var øll útgerðin tendrað bæði siglingarljós, toppljós og radararefleks. Teir høvdu varnast Mykines, tá tað var ein lítil fjórðingur til Mykines. Teir royndu at stýra undan, men tað eyðnaðist ikki. Báðir menninir vóru í stýrihúsinum, tá báturin varð ásilgdur. Tað eyðnaðist øðrum av monnunum at sleppa út, meðan sjógvur skolaði inn í stýrihúsið. Tað eyðnaðist ikki hinum mannin at sleppa út. Báturin hvøldist skjótt og fór at søkka. Maðurin, sum bleiv bjargaður, megnaði tó at bjarga sær upp á glastrevjabátin, áðrenn hann sakk. Og har sat hann, tá ein bjargingarbátur frá Mykinesi fann hann, greiddi maðurin frá í sjófrágreiðingini í gjárkvøldið. Soleiðis sigur Heri Ziska, sum er jarðfrøðingur á Jarðfeingi og hevur arbeitt við at tulka datatilfar frá føroyska landgrunninum í fleiri ár. Fyrsta útbjóðingin til oljuleiting í Føroyum var í 2000. Nú eru útvið tríggir mánaðir farnir, síðani 4.útbjóðingin lat upp. Sambært Hera Ziska er rættiliga fitt av áhuga frá útlendskum oljufeløgum. Men hetta er ein sein prosess, tí tað ganga lættliga eini 10 ár, frá tí mann finnur olju og til mann byrjar at framleiða, sigur Heri Ziska. Í gjár samtykti tingið í Barselona, sum er landspartatingið í Katalonia, at fólkaatkvøða um sjálvstýri skal vera um sjálvstýri 1. oktober. Stjórnin í Madrid er í øðini um fólkaatkvøðuna og leggur lokaklu stjórnina undir at at sýna einaræðisligan atburð. Stjórnin hevur kært málið inn fyri grundlógardómstólin og sigur at talan er um grundlógarbrot og valdsmisnýtslu. Væntandi fer grundlógardómstólurin longu í dag at lýsa fólkaatkvøðuna at vera ólógliga, sigur Morten Heiberg, professari í sponskum samfelagsviðurskiftum á Universitetinum í Keypmannahavn, við DR. Vit standa í einum sera, sera truplum stríði, har landspartastjórnin í Katalonia partú vil hava eina fólkaatkvøðu, hóast hon er ólóglig sæð frá einum sponskum, stjórnarskipanarligum sjónarmiði, sigur Morten Heiberg. Hann sigur, at stjórnarskipanarlógin púra greitt sigur, at Spania kann ikki fara sundur, og tí er avgerðin hjá katalonska tinginum ólóglig. Í 2010 avgjørdi grundlógardómstólurin í Spania, at onki løgfrøðiligt grundarlag er fyri at Katalonia kann gerast stjálvstøðug tjóð. Hetta elvdi til fleiri mótmælisgongur í árunum, sum komu. Hóast eitt vitni kendi annan mannin aftur á myndum hjá politinum, er hetta ikki nevnt í dóminum hjá Føroya rætti, sum týsdagin frídømdi tveir menn fyri eldáseting í Havn. Vitnið, sum varð avhoyrt seinna dagin, málið var í rættinum, segði seg vera á veg heim undir Pisuvarða, tá hon møtti tveimum monnum, sum sambært dóminum komu rennandi við Sjónleikarhúsið. Men maðurin hevur ofta verið á AA fundum í húsinum, so tað er ikki útilokað, at DNA sporini stava frá onkrum av teimum fundunum, sum var stutt frammanundan, at AA húsið brendi. Men Mentamálaráðið ger vart við, at hóast almenningurin nú fær høvi at síggja hesi bæði uppskotini, er avgerð enn ikki tikin um, hvussu framtíðin verður í Hoydølum. Bjørn Kalsø er framsøgumaður hjá Sambandsflokkinum í fiskivinnumálum, og limur í Vinnunevndini, sum skal viðgera uppskotið um nýskipan. Bjørn Kalsø sigur, at hann fer at fylgja væl við, og ætlar sær aftur í tingið, áðrenn uppskotið fær seinastu viðgerð. Tingfundur verður 14.september, og tá fer Bjørn Kalsø at biða um farloyvi. Næsti maður á listanum hjá Sambandsflokkinum er Helgi Abrahamsen. Liðini hava spælt fýra ferðir móti hvørjum øðrum í landskappingini. EB Streymur Skála hevur vunnið allar fýra. 26.03.2017 EB Str Skála HB 2 1 25.05.2017 HB EB Str Skála 1 2 10.08.2017 HB EB Str Skála 1 4 27.08.2017 EB Str Skála HB 4 0 Liðini hava spælt fýra ferðir móti hvørjum øðrum í landskappingini. EB Streymur Skála hevur vunnið allar fýra. 26.03.2017 EB Str Skála HB 2 1 25.05.2017 HB EB Str Skála 1 2 10.08.2017 HB EB Str Skála 1 4 27.08.2017 EB Str Skála HB 4 0 Tað tykist enn ikki vera greitt, hvussu tað bar til, at Mykines og Mars kundu sigla so tætt at hvørjum øðrum, áðrenn menn varnaðust vandan. Um borð á Mykinesi vóru bæði skiparin og maskinstjórin á brúnni, tá skipið silgdi á glastrevjabátin Mars. Men teir varðnaðust ikki glastrevjabátin, fyrr enn tað var ov tætt til at stýra undan. Aftaná midnátt Mars setur kalvalínu Glastrevjabáturin Mars setur kalvalínu vestanfyri Trøllhøvda. Síðani setur hann kós ímóti Gomlu rætt gjøgnum Skopunarfjørð. Tveir menn eru umborð, ein 69 ára gamal maður og ein 71 ára gamal maður. Í Sjófrágreiðingini, sum var 6. september, greiddu skiparin og maskinstjórin á Mykinesi frá, at teir varnaðust ikki Mars, fyrr enn tað var ov tætt at stýra undan. Skiparin segði, at hann roknaði við, at báturin hevur ligið myrkur, og Mars sást ikki á radaranum. Maðurin, sum varð bjargaður frá Mars, segði, at glastrevjabáturin var sera væl útgjørdur, og var øll útgerðin tendrað bæði siglingarljós, toppljós og radararefleks. Teir høvdu varnast Mykines, tá tað var ein lítil fjórðingur til skipið. Teir royndu at stýra undan, men tað eyðnaðist ikki. Mykines rendi á bakborðsíðuna á Mars, har báðir menninir vóru í stýrihúsinum. Einans maðurin næstur hurðina slapp út, og stundir vóru ikki at fara í bjargingarvest, tí báturin hvølvdist. Kl. 02.00 MRCC fær boðini MRCC fær boð um, at farmaskipið Mykines og glastrevjabáturin Mars hava stoytt saman í Skopunarfirði. Hendingin hendur ein lítlan fjórðing norðanfyri Skopunar bygd. Mykines setur ein bjargingarbát í sjógvin og fær bjargað annan mannin av bátinum. Hin maðurin verður ikki afturfunnin. Bjargingarbáturin setur enda á Mars, og sleipar endan yvir til skipið Bak, sum lá norðanfyri, tá skipini stoyttu saman. Men rimaverkið, ið endin er bundin um, loysnar, og Mars søkkur. Leitingin eftir manninum byrjar Brimil kemur á staðið og skipar leitingina eftir Mars og manninum, ið ikki er komin afturíaftur. Sjey eindir leita um náttina Brimil, Stelkur, Stakur, Skorðaberg, Vestmenningur, Mykines og Rescue Lív. Tyrlan leitar eisini við tóli, sum vísur hitamun. Góð líkindi vóru at leita. Seinni sigla fiskiskipini, sum vóru á veg at landa, víðari, og millum annað strandfaraskipini Teistin og Ternan koma uppí leitingina. Um morgunin biður um sjóforhoyr Smyril Line, reiðaríið, sum eigur farmaskipið Mykines, biður um Sjóforhoyr, ið verður sett at vera 6. september. Kl. 11.00 løgreglan fer umborð á Mykines. Um ellivutíðina fara umboð fyri løgregluna umborð á Mykines við Rescue Lív. Mykines liggur tá suður úr Borðuni, og skipið skal til Íslands. Løgreglan vil ikki gera nakrar viðmerkingar, men vísir til MRCC. Kl. 12.00 leitiøkið verður víðkað MRCC víðkar leitiøkið. Bæði Brimil og Tyrlan leita eystanfyri Sandoynna, og Ternan leitar í Nólsoyarfirði. MRCC heitir á bátar nærindis, at hyggja eftir manninum. Leita við skannara Brimil leitar eftir Mars við skannara, har sum óhappið hendi og eystureftir. MRCC heldur, at horvni maðurin kann vera í bátinum. Um morgunin MRCC boðar frá, at skanningarnar vísa okkurt, sum kann verða ein bátur, og at stovnurin boðar frá, at hann seinnapartin fer at taka støðu til, um farast skal at dreggja eftir tí, sum kann vera ein sokkin bátur. Kl. 18.00 Skiparin á Brimli boðar frá, at trolið hjá Stelkui og Vesturtúgvu er komið fast í okkurt, sum kann vera Mars. Mett verður at talan er um Mars, tí nógv trýst stóð á skipunum, samstundis sum trolið stóð fast og luktaði av olju og diesel. Til bar tó ikki at fáa bátin upp. Roynt varð tríggjar ferðir at fáa bátin í trolið, men tað eydnaðist ikki. Umstøðurnar vóru vánaligar at trola, tað rak hart og botnurin er harður. MRCC sigur, at nú verður kannað, hvørjar aðrar møguleikar eru. MRCC sigur, at ein møguleiki er at senda robottar niður við tólum, sum kunnu taka myndir. Talan er ikki longur um lívbjargandi arbeiði. MRCC heitir á skip og bátar um at halda vakið eyga og boða MRCC frá um, tey síggja nakað, sum kann hava nakað við samanstoytin at gera. Á middegi MRCC boðar frá, at ein gummibátur er funnin, sum helst stavar frá glastrevjabátinum Mars. Tyrlan sá, at gummibáturin útloystist, tá báturin sakk, men at gummibáturin helst var fastur í Mars. MRCC metir tó, at gummibáturin er vorðin leysur av Mars, tá trolað varð eftir honum um kvøldið 1. september. MRCC heldur, at Mars varð fluttur, tá trolað var eftir honum og nú liggur eitt annað stað. MRCC umhugsar at senda froskmenn ella eitt upptøkutól niður. Leiting við myndatóli Brimil ger eina roynd at leita við myndatóli eftir bátinum, men ov nógvur vindur og ov harður streymur forðar royndina. Brimil ger enn ein roynd at taka myndir av Mars. Tað eydnast at taka góðar myndir, men tær vísa ikki bátin. Myndirnar vísa tó eina runda hellu, sum MRCC kanska hevur hildið vera Mars. Á middegi MRCC boðar frá, at ivamál er um, tað, sum MRCC hevur funnið á botninum í Skopunarfirði, veruliga er báturin, sum sakk hósdagin í farnu viku. MRCC boðar frá, at í løtuni er ov harður streymur at leita við myndatóli á botninum, og tí fer stovnurin at bíða til 14. ella 15. september at gera eina roynd afturat. Sjófrágreiðing byrjar í Føroya rætti um vanlukkuna hósnáttina, tá farmaskipið Mykines og lítli glastrevjabáturin Mars stoyttu saman, og báturin sakk. Í sjófrágreiðingini vitnað skipari, fyrsti stýrmaður og maskinstjóri á Mykinesi, umframt maðurin, sum varð bjargaður av Mars og skiparin á trolaranum Baki, sum kom á vanlukkustaðið. Upplýsingar frá Sjóforhoyrinum Tað tykist enn ikki vera greitt, hvussu tað bar til, at Mykines og Mars kundu sigla so tætt at hvørjum øðrum, áðrenn menn varðnaðust vandan. Um borð á Mykinesi vóru bæði skipari og maskinstjórin á brúnni, tá skipið silgdi á glastrevjabátin Mars. Men teir varðnaðust ikki glastrevjabátin, fyrr enn tað var ov tætt til at stýra undan. Skiparin segði, at hann roknaði við, at báturin hevur ligið myrkur, og sást glastrevjabáturin ikki á radaranum. Tað hendi so knappliga, at tað vóru bara nøkur sekund frá tí, at teir varðnaðust bátin, til tað var ov seint. Maðurin, sum varð bjargaður frá glastrevjabátinum, segði, at glastrevjabáturin var sera væl útgjørdur, og var øll útgerðin tendrað bæði siglingarljós, toppljós og radararefleks. Teir høvdu varnast Mykines, tá tað var ein lítil fjórðingur til Mykines. Teir royndu at stýra undan, men tað eyðnaðist ikki. Báðir menninir vóru í stýrihúsinum, tá báturin varð ásilgdur. Tað eyðnaðist tí eina manninum at sleppa út, meðan sjógvur skolaði inn í stýrihúsið. Tað eyðnaðist ikki hinum mannin at sleppa út. Báturin hvøldist skjótt og fór at søkka. Maðurin, sum bleiv bjargaður, megnaði tó at bjarga sær upp á glastrevjabátin, áðrenn hann sakk. Og har sat hann, tá ein bjargingarbátur frá Mykinesi fann hann, greiddi maðurin frá í sjófrágreiðingini. Vit fregnast um nýggja ferðavinnuskeiðið, sum byrjaði á miðnámi í Vestmanna í gjár. Vit fáa orðið á næmingar, umframt at vit spyrja inn til hvat útbúgvingin inniber, og hvat hon kann brúkast til. Í morgin byrjar ráðstevnan Nordic Meeting 2017, har umboð fyri ítróttarsambondini í norðurlondum hittast at umrøða tey øki, sum ymsu londini arbeiða við í løtuni. Petur Mittún, aðalskrivari í ítróttarsambandi føroya, sum er vertur fyri ráðstevnuni, kemur í útvarpsstovuna. Tú verður ongantíð til nakað, er heiti á Klummu, sum Símun Joenen hevði í nýggjasta skúlablaðnum. Hvør er uppgávan hjá einum lærara, tá tað snýr seg um virðing bæði fyri sær sjálvum og fyri øðrum. Vit hava prátað við Símun um hetta. Bakkafrost søkir nú eftir virkisleiðara til virkið í Vági. Virkið verður klárt at taka í nýtslu í vár, men virkisleiðarin verður settur í starv sum skjótast. Hann hevur verið formaður fyri tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum hálva tingsetu. Sambært lógini hjá flokkinum, er forkvinnan í tingbólkinum eisini fyrsta næstforkvinna í flokkinum. Í tíðindaskrivi sigur Javnaðarflokkurin, at tá samgongan varð skipað 14. september 2015, varð avtalað í tingbólkinum at býta sessin sum tingbólkaformaður ímillum Jónleif Johannesen og Helenu Dam á Neystabø. Men tað fer neyvan at bera til, tí nógva byggivirksemið í privatu vinnuni, bæði hjá landi og kommunum, ger, at bústaðirnir verða ov dýrir. Sjófrágreiðing um vanlukkuna, tá farmaskipið Mykines og glastrevjabáturin Mars stoyttu saman í Skopunarfirði, gav einki greitt svar, hví manningin á Mykinesi og menninir í bátinum ikki varnaðust hvønn annan, fyrr enn ov seint var. Havarínevndin sigur við sjónvarpið, at tað fer væntandi at taka einar tríggjar ella fýra mánaðir at skriva frágreiðing um hendingina. Hann sigur, at í 2024 skal landið hava sett tilsamans 400 milliónir krónur av til Eysturoyar og Sandoyartunnilin, og tá ber til at halda fram at seta pening av til Suðuroyartunnilin. Men fyrst skulu seismiskar kanningar og aðrar forkanningar gerast, so tilfar er klárt at taka støðu til, um farast skal undir Suðuroyartunnilin, sigur Henrik Old. Maðurin segði í rættinum, at hann bílegði knívin úr Kina, tí har er hann 100 krónur bíligari enn at keypa hann í einum handli í Havn. Maðurin, sum bílegði knívin úr Kina fyri at spara 100 krónur , fær tí 1.000 krónur í sekt fyri at bróta vápnalógina, og hann missir knívin. Tí noyðist flokkurin eisini at lata kravið vera galdandi fyri danskar ríkisborgarar, sigur Ren Christensen, talsmaður í fíggjarmálum hjá Dansk Folkeparti við Danmark Radio. Føroyingar eru danskir ríkisborgarar. Men sambært Dansk Folkeparti ikki í hesum førinum. Uppskotið er ikki galdandi fyri føroyingar. Tí um hetta verður veruleiki, so fer tað at raka so at siga allar føroyingar, sum fara til Danmarkar at lesa, sigur Sjúrður Skaale. Á øðrum økjum er uppihald í Føroyum og Grønlandi javnsett við uppihald í Danmark. Tað er upplagt at gera tað sama í hesum førinum, sigur Sjúrður Skaale. Tórshavnar býráð samtykti einmælt í gjárkvøldið at selja grundtykkini á Hamrabøi í Kollafirði eftir leistinum, sum umsitingin mælti til. Fyrst verða øll 22 stykkini boðin teimum 11 á bíðilistanum, sum vilja keypa á Hamrabøi, við lutakasti eftir teirri mannagongd, sum hevur verið brúkt higartil. Tað avgjørdi Kommunala eftirlitið í summar, eftir at minnilutin í býráðnum kærdi meirilutan fyri at selja grundstykkini fyri undirprís. Stutt eftir fyrsta skjálvtan varð ein nýggjur jarðskjálvti skrásettur uttanfyri býin Paredon í landnyrðings Meksiko. Hann var 5,7 í styrki. Myndugleikarnir hava sent út ávaring um flóðaldur næstu tríggjar tímarnar fram við strondini í Meksiko, Guatemala, El Salvador, Costa Rica, Nikaragua, Panama og Honduras. Her er alt oyðilagt. Oyggin stendur undir í vatni. Soleiðis, sum støðan er nú, ber næsta ikki til at búgva her, sigur forsætisráðharrin í Antigua og Barbuda, gaston Browne. Eitt barn lat lív í oynni Barbuda, tá ein familja royndi at finna sær skjól. Ein persónur er deyður í Anguilla, og á oynni Saint Martin eru í minsta lagi fimm persónar deyðir. Fleiri almennir talsmenn stúra fyri, at talið á deyðum fer at hækka. Um vikuskiftið fer ódnini væntandi at raka Florida. Guvernørurin í Florida hevur lýst landið í vanlukkustøðu, og í Miami verða fólk flutt burtur. Altjóða ódnar stovnurin í USA hevur sent út ávaring um ódn og storm fyri Suður florida. Hetta kann lættliga vísa seg at verða dýrasta ódnarveður í amerikanskari søgu. Og tað sigur eitt sindur, tá tú hugsar um, hvat hendi fyri bara tveimum vikum síðani, sigur ódnar granskarin, Brian McNoldy, og vísur til støðuna í Teksas eftir ódnina Harvey. Amerikanski forsetin, Donald Trump skrivar á Twitter, at USA fer at klára at ímóti øllum avbjóðingum, sama hvussu harður vindurin verður, og hvussu høg vatnstøðan verður. Hann var limur í Den Gale Pose, hann hevur havt fleiri hitt á egnum beinum og hevur eisini verið í sendingini Toppen af poppen og dómari í Talent. Eg eri vaksin upp við skerpikjøti, grind og spik og grindaknívi á vegginum, sigur Jesper Dahl, sum vónar, at føroyingar fara at stuðla sær, nú hann skal dansa saman við Mie Moltke. 1. apríl 2017 var Jann Mortensen, dr.med. og yvirlækni, tilnevndur professari í kliniskari fysiologi og nuklearmedisin við serligum denti á lungafunktión. Um nýggjar kanningar kunnu staðfesta, at sjúkueyðkennini hjá føroyskum lungnasjúklingum, líkjast tí sum lungnasjúklingar í Noregi og Danmark hava, kann viðgerðin betrast, sigur Jann Mortensen, sum hevur fingið fimm ára professorat at granska í lungnasjúkum. Tá 40 modellir seinnapartin í dag skulu vísa klæðir fram í handilshúsinum Illum í Keypmannahavn, standa seks føroyskir hárfríðkarar spentir og hyggja at. Mariann Klein Ivansdóttir, sum hevur handilin Balmain Hair, hevur fingið uppgávuna at seta hárið hjá teimum 40 modellunum, og at hjálpa sær hevur hon fingið fimm føroyskar hárfríðkarar. Hetta er ein stórur heiður fyri meg at fáa hesa upgávuna, tí talan er um eina ta størstu mótaframsýningina í Danmark, sigur Mariann Klein Ivansdóttir. Seinasta mánaðin hava vit hoyrt um melduródnir og vatnflóð yviri í Amerika og eisini í Japan. So seint sum í morgun frættust tíðindi um jarðskjálvta og flóðalduávaring í Meksiko. Veðurlagsbroytingarnar hava við sær, at vit kunnu vænta alsamt fleiri melduródnir, sum árini ganga, í eitt nú Amerika, sigur Hjálmar Hátún. Í gjár hevði morgunsendingin eitt innslag um 15 ára gomlu Rakul Wardum, sum er í starvsvenjing á Talentakademinum, Ringkøbing Skjern, har hon millum annað fær innlit í lívið sum professionellur hondbóltsspælari. Býráðið í Runavik fer væntandi at viðgera mótmælið móti høgu høllini, Mest ætlar at byggja á Skála, á næsta býráðsfundi, sum verður 28.september. 130 fólk á Skála hava mótmælt ætlanini hjá býráðnum í Runavíkar kommunu at broyta byggisamtyktina fyri Skála, so Mest kann byggja eina 40 høga høll oman á turrdokkina. Tá býráðið er liðugt við uppskotið um at broyta byggisamtyktina, verður tað saman við mótmælinum sent Býarskipanarnevnd landsins, sum ger eitt tilmæli til landsstýriskvinnuni í kommunumálum, Sirið Stenberg. Hon tekur avgerðina um byggisamtyktina. Grundin til hetta er, at skuldi tað hent, at føroysk kvinna vinnur Miss Universe, so skal hon flyta til USA í ena tíð, og tá riggar ikki at hava lítið barn við sær. Løgreglan fór á staðið, og tað vísti seg, at ein amerikanari koyrdi bilin. Hann greiddi frá, at hann skuldi halda av fyri einum mótkoyrandi bili, men endaði við at fara útav vegnum. Løgreglan kundi staðfesta, at maðurin var áviraður av rúsdrekka, og tí varð blóðroynd tikin av honum. Hon vísti, at hann hevði 0,98 promillu í blóðinum. Hann missir eisini koyrikortið, men tað vil siga, at hann missir loyvi at koyra bil í Føroyum og aðrastaðni í danska kongaríkinum. Aðrastaðni í verðini kann hann framvegis koyra bil. Seinasta vikuskifti var oljudálking við vestaru bryggju í Havn. Eitt skip bunkraði olju, men brek var í pumpuskipanini, sum gjørdi, at 20 30 litrar av olju runnu á sjógv. Tórshavnar Sløkkilið varð boðsent at taka oljuna upp, sum fleyt framvið vestaru bryggju, og eigarin av skipinum játtaði at rinda fyri uppruddingina. Oljan kann hava ligið eftir inn undir kajini, og vindur, rák inni í havnini og fjøra kunnu gera, at henda oljan kemur undan kavi. Men tað kann ikki staðfestast, sigur Heini Østerø, átaksleiðari. Føroyingar í Danmark hava somu rættindi sum danir, og tí missa føroyingar ikki rættin til lestrarstuðul í Danmark, sigur Søren Espersen úr danska fólkaflokkinum. Tað hevur Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, annars róð fram undir. Í samráðingunum um donsku fíggjarlógina, hevur danski fólkaflokkurin borið fram ynski um, at útlendingar skulu hava búð í Damnark sjey av seinastu átta árunum fyri at fáa danskan lestrarstuðul. Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, sendi í morgun út tíðindaskriv, har hann leggur danska fólkaflokkin undir at vilja javnseta føroyingar við aðrar útlendingar í hesum sambandi, men hesum vísur Søren Espersen aftur. Í vetur fer alifelagið, Luna, at gera royndir at ala á Víkum, norðantil í Vágum. Talan er um royndir, sum skulu fáa greiðu á, um til bera at ala á meira harðbalnum økjum, enn higartil er roynt. Í vetur skulu aliringar leggjast í økið, men eingin fiskur verður sleptur í ringarnar fyribils. Tað sigur Atli Gregersen, stjóri í Luna, sum ikki sigur seg kunna siga, um til ber at ala har ella ikki Heilsu og innlendismálaráðið hevur boðið stjóranum í Heilsutrygd og dagliga leiðaranum í Gigni á fund í næstu viku, at viðgerða framtíðina hjá Gigni. Millum annað skal støða takast til, hvørt stovnurin skal vera sjálstøðugur stovnur, ella um hann skal leggjast saman við einum ella fleiri øðrum stovnum, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í Heilsumálum. Í løtuni er stjórin í Heilsutrygd settur sum fyrbilsstjóri í Gigni, og ein royndur heilsufrøðingur røkir dagligu leiðsluna í Gigni. Fyrrverðandi stjórin í Gigni segði seg úr starvi 1. juli, eftir harðar atfinningar frá Landsgrannskoðanini av fíggjarviðurskiftunum á stovninum. Landsgrannskoðanin vísti í frágreiðingini frá síðstu viku á, at feilir og vánalig umsiting merkja roknskapin hjá Gigni. Nevnd verða væntandi skjøl og veikt ella einki innaneftirlit. Millum annað eru keypskort brúkt soleiðis, at ivi er um, um keypt er fyri kortini til at reka stovnin Gigni. Og ein orsøk til at bygnaðurin í Gigni skal endurskoðast, er júst, at stovnurin tykist umsitingarliga veikur, segi Sirið Stenberg við útvarpið í fyrru viku. Heilsumálaráðið arbeiðir í løtuni við heilsunýskipanini, og at umskipa primeru heilsutænasturnar, tað vil siga heilsutænastur uttanfyri sjúkrahúsinini, og tænasturnar, sum Gigni veitur, eru eisini við í hesum umskipanararbeiðnum. 32 fólk starvast í Gigni, og ein fyrimunur við at leggja stovnin saman við til dømis øðrum stovnum, ið veita heilsutænastur, kann verða, at bæði fakliga umhvørvið og leiðsluumhvørvið verður størri, heldur Sirið Stenberg. Sendingin hesaferð snýr seg millum annað um hjálpararbeidi í sambandi vid, at 20 ár eru lidin sídani Móðir Teresa doyði Vit fáa vitjan av Føroysku Barnahjálpini, ið útvegar fátøkum børnum í menningarlondum varandi hjálp. Eisini fáa vit ordid á Harriet Poulsen, sum letur studul til tvey børn, eitt í Libera og eitt í Filipsoyggjunum, sum hava vánalig lívskor Áhugafelagsskapurin Búgva sóknast eftir fleiri leigubústøðum í Føroyum, serliga í høvuðsstaðnum, tí privati leigumarknaðurin er lítil, dýrur og ótryggur. Í gjárkvøldið sóu vit í Degi og Viku, at tað er lættari at fáa lán at keypa hús í Havn, enn tað er at fáa lán at keypa hús á bygd. Elin Hentze frá áhugafelagsskapinum Búgva, kemur í útvarpsstovuna. Vit spyrja eisini landsstýriskvinnuna á økinum, Eyðgunn Samuelsen, hvørjar ætlanir hon hevur vid bústaðarmálum í Føroyum, og um hon ætlar sær at loysa trupulleikarnar, sum eru vid tómum húsum í kommunum, og vid leigubústaðartroti. Eisini bjóða vit Bústøðum at greiða frá, hvørjar ætlanir tey hava, og hvussu nógv fólk eru á bíðilista til leigubústað. Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu, sigur, at tað eydnaðist at sannføra Heilsutrygd um, at neyðugt varð at søkja eftir tveimum læknum. Hon fer á fund við Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum, seinni í mánaðinum, og har fer hon at reisa spurningin um at seta fleiri kommunulæknar í Havn. Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, góðtekur als iki hóttanina frá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, sum ætlar at fáa løgtingið at lóggeva, um kommunurnar ikki semjast við landið. Ódnin Irma nærkast amerikanska meginlandinum, men enn ikki greitt, hvussu hon rakar USA. Tí kann hon hava ymsa styrki næstu dagarnar alt eftir, hvussu nær hon kemur landi. Roknað verður við at Irma fer at koma inn yvir Florida í kvøld, og tá verður hon ein styrki fýra ódn, og har eru nógvar ávaringar sendar út, bæði um vind og nógv regn. Væntað verður áarføri upp í 200 til 380 millimetrar av regni og í støðum upp í 500 millimetrar, fyrst í Florida og í næstu viku eisini í Georgia, South Carolina og vestara partinum av North Carolina. Í Jose er vindferðin máld upp í meir enn 69 metrar um sekundið, so eingin ivi er um, at hon eisini verður ein stór avbjóðing, sigur løgregluovastin á oynni. Í amerikanska statinum Florida fyrireika tey seg til øgiligu ódnina, Irmu, sum hevur herjað í Karibia seinastu dagarnar. Væntandi rakar Irma Florida í kvøld. Føroyska Herdis Spierto býr í Palm Beach Garden á Eystursíðuni á Florida. Eisini hon fyrireikar seg til ódnarveðrið, sum er á veg. Irma gjørt stóran skaða Ódnin Irma hevur havt við sær sera stórar oyðileggingar í karibiska havinum. Serliga oyggjarnar Barbuda og St.Michel eru illa raktar. Flestu bygningarnir eru í sori og fleiri fólk eru deyð. Irma er flokkað á fimta stigi yvir harðar ódnir. Fimta stig er tað hægsta. Fólk flýggja Nógv eru longu flýggjað úr Florida. Fleiri flogfeløg hava boðað frá, at alt er útselt av ferðaseðlum úr sunnara parti av Florida. Eisini hóast tey hava sett eyka flogfør inn í ruturnar. Í minsta lagi 31.000 fólk flýdd burtur frá oyggjunum Florida Keys, og har kunnu tey longu í nátt fáa nógv regn og nógvan vind. Myndugleikarnir ávara borgararnar ímóti at undirmeta ódnina, sum er á veg. Hon er breiðari enn allur okkara statur og kann hava við sær lívshóttandi oyðileggingar frá strond til strond. Sama hvar tú býrt, so ver til reiðar til evakuering, sigur guvernørurin í Florida, Rick Scott. Í Heilsulýsing Landslæknans 2015 2016 sæst, at ein nýggjur HIV tilburður varð staðfestir í fjør. Harvið eru 22 persónar skrásettir at hava HIV í Føroyum síðani 1986 16 menn og 6 kvinnur. Danskir granskarar hava nú staðfest, at flóðaldan, sum rakt bygirnar í Karratsfjørðinum, var 90 metrar høg at byrja við. Men tá hon rakti bygdirnar í Karratsfjørðinum, var hon umleið 10 metrar høg, tí hon var minkað teir umleið 15 fjórðingarnar inn eftir fjørðinum. Tað eru granskarar hjá GEUS, sum hava verið í økinum, og við myndum sum teir hava tikið, halda teir seg hava fingið eina ábending um, hvat hendi, sigur Stefan Bernstein sum stóð á odda fyri ferðini í Grønlandi, sum var seinast í juli. Granskarar úr fleiri øðrum londum hava eisini verið í Grønlandi og kannað økið. Amerikanskir granskarar siga seg hava eina meting sum sigur, at umleið 47 milliónir kubikkmetrar av gróti og eyri vóru í omanlopinum tann 17. juni. Hóast trígir mánaðir eru farnis síðani omanlopið var, so eru fólkini í Nuugaatsiaq og grannabygdini, Illorsuit, ikki flutt heim aftur. Orsøkin er, at tað gingu bert átta minuttir frá tí at omanlopið var og til flóðaldan rakti bygdirnar. Og tá eingin ávaringarskipan er, hava myndugleikarnir gjørt av, at fólkini ikki sleppa at flyta heim aftur fyribils. Leiðarin í VisitSkotland, Malcolm Roughland, vísir á, at seinasta átakið, sum tey gjørdu, var at biðja fólk siga frá, hvussu tey kendu seg og upplivdu Skotland. Svarini vóru greið, fólk kendur seg væl í Skotlandi, og stemningurin var serligur, sigur leiðarin í VisitSkotland. Hann fegnast samstundis um, at Skotland uttan iva fer at fáa fleiri vitjandi, og hann sigur seg vóna, at tey fara væl um bæði náttúruna og bygningar. Fleiri norðurlond eru millum tey 20 vakrastu londini. Fremst er Ísland, sum verður mett sum áttinda vakrasta land í heiminum, Finland gjørdist nummar14 og Noreg nummar17. Danmark og Svøríki eru ikki á listanum fyri heimsins vakrastu lond. Jógvan Skorheim vil eisini, at formansskapurin velur nevndina av nýggjum, men tað er ikki bara, sum at siga tað, tí so skulu allar løgtingsnevndirnar veljast av nýggjum, og tað krevur ein meiriluta í Løgtinginum. Men Sjálvstýri skipaði seg í valbólk saman við samgonguni, tá nevndarsessirnir vórðu býttir í løgtinginum eftir løgtingsvalið í fyrraárið. Men tey, sum skulu við Teistanum úr Skopun á Gomlurætt, mugu framvegis bíða á havnarlagnum í Skopun, tí borgarstjórin, Gerhard Lognberg hevur mælt frá at seta nýggju skipanina í gildi. Hann heldur, at bíleggingarskipanin eigur ikki at fevna um allar bilarnar, tí tað verður ein forðing hjá eldri fólki, sum ikki dugir so væl við teldum. Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni, sigur við in.fo, at við talgildu ferðaseðlaskipanini ber til at tryggja sær pláss við ferjuni ein túr. Í kvøld og í nátt hevur Irma kós móti vesturstrondini av Florida, men enn er ógreitt, hvar ódnin kemur inn yvir land, ella um hon yvirhøvur kemur inn yvir Florida. Miami Herald skrivar, at vatnflóð er í pørtum av Miami, og 200.000 fólk hava mist streymin. Fleiri milliónir fólk hava fingið boð um at flyta burtur. Ódnin Jos er í løtuni yvir Atlantshavinum. Hon er á fjórða stigi á ódnarmátaranum, tað er upp í 69 metrar sum sekundið, men fer væntandi at linka nakað næsta samdøgrið, siga veðurmenninir. Tað stendur at kalla á jøvnum millum borgarligu flokkarnar og reyð grønu flokkarnar í norska stórtinginum upp undir stórtingsvalið í morgin. Vinstriflokkurin, sum styðjar stjórnina hjá Ernu Solberg, forsætisráðharra, sleppur í nýggjastu kanningini upp um tinggáttina, og tryggjar sostatt, at borgarliga stjórnin kann halda fram. Høgriflokkurin hjá Ernu Solberg hevur framgongd, og fær sløk 24 prosent av atkvøðunum, men Framburðsflokkurin, sum eisini hevur sitið í stjórn seinasta valskeiðið, hevur afturgongd, og fær 14,6 prosent. Men av ti at flokkarnir á reyð grøna veinginum standa seg so illa, er ivasamt, um stjórnarskifti verður í Noregi eftir valið í morgin, vísir nýggjasta veljarakanningin. ST serfrøðingar siga, at Norðurkorea hevur ólógliga útflutt kol, jarn og aðrir rávørur fyri meira enn 270 milliónir dollarar til eitt nú Kina, India, Malaysia og Sri Lanka seinasta hálva árið. Umleið 120 milliónir fólk búgva í Meksiko, og skjálvtin rakti umleið 50 milliónir fólk meira og minni, upplýsir forsetin í landinum, Pena Nieto. Tað ræður bara um at tekkjast teimum ferðafólkunum, sum eru væl fyri fíggjarliga, sigur Erik Bjerregaard, sum eisini er hotelstjóri, við Sermitsiaq. Vit mugu vita, hvørjar tænastur, vit skulu veita teimum, við gistingarumstøðum, undirstøðukervi og heilsurøkt, sigur hann við Sermitsiaq. Sum dømi vísir hann á, at smáu ferðaskipini við 200 ferðafólkum leggja fleiri pengar eftir seg, enn stóru ferðaskipini við 1000 ferðafólkum, sum eisini slíta náttúruna meiri. Stórtingsvalið í Noregi í morgin verður sera spennandi, tí veljarakanningarnar vísa framvegis, at tað stendur at kalla á jøvnum millum borgarligu flokkarnar og flokkarnar á reyð grøna veinginum. Ódnin Irma kom seinnapartin okkara tíð inn yvir vesturstrondina á amerikanska statinum Florida, og longu nú hevur ódnin kravt trý mannalív. Myndugleikarnir siga, at meira enn ein millión hús og handlar hava mist streymin, og vandi er fyri, at nógv fleiri fara at liggja í streymloysi næstu tímarnar. Ódnarstovnurin í USA væntar, at Irma fer at hava uppaftur meira vind við sær, so hvørt hon kemur inn yvir vesturstrondina í Florida. Øll heimaliðini vóru favorittar undan dagsins umfari, men við Løkin vildi Skála tað øðrvísi. Steypavinnararnir komu annars væl frá byrjan í málríka dystinum, og NSÍ var eisini á odda 3 2 í hálvleikinum. Men við tveimum málum í seinna hálvleiki tryggjaði Michal Przybylski Skála sigurin, sum samstundis merkir, at teir hava fingið EB Streym aftur á stigatalvuni. Í Sarpugerði byrjaði 07 Vestur væl, tá P l Fjelde legði teir á odda eftir sjey minuttir. Víkingur var spælstýrandi og hevði nógvar atsóknir gjøgnum restina av dystinum, men leiðslan hjá gestunum helt sær heilt til langt inn í seinna hálvleik. Men tá Víkingur eftir 68 spældar minuttir vendi gongdini, vóru teir ikki til at steðga aftur. Við trimum skjótum málum tryggjaðu teir sær øll trý stigini á heimavølli, og sostatt varðveita teir eisini munin á stigaltavuni niður til KÍ. Í Klaksvík var eingin slingur í valsinum hjá KÍ, sum vann sannførandi 4 0 á ÍF. Við trimum málum gjørdist Jóannes Bjartalíð dagsins maður hjá klaksvíkingum, og harumframt slapp Albert Adu eisini á máltalvuna. Í Gundadali sá leingi út til, at B36 og EB Streymur skuldu fáa eitt stig í part burturúr málleysum javnleiki, men bert fá sekund fyri leiklok skoraði Meinhard Olsen forloysandi málið, sum gav B36 sigurin og harvið eisini triðja plássið í deildini. Støðan í Effo deildini 1 Víkingur 45 2 KÍ 40 3 B36 38 4 NSÍ 36 5 HB 30 6 TB FCS Royn 24 7 Skála 23 8 EB Streymur 23 9 07 Vestur 16 10 ÍF 9 Tí skipar Almannamálaráðið Sig frá, saman við Nordisk Velfærdscenter, fyri slóðbrótandi norðurlendsku ráðstevnuni, sum skal varpa ljós á hesi viðurskifti. Um 20 fólk úr øllum Norðurlondum hava framløgur og fyrilestrar um mong ymisk evni, eit nú kynslív og brek, kynslív og persónligur stuðul, rættindi, skyldur og fyribyrging. Skotið varð gjøgnum ein rút í einum sethúsum, skotið rakti eisini veggin við vindeygað. Eingin varð tó raktur, hóast fólk var inni. Hann er fyribils eisini skuldsettur fyri at bróta revsilógina, tí hann hevur við atburði sínum sett lív og heilsu hjá øðrum í vanda. Bústað í Danmark Í Danmark verður annars sett sum treyt, at tað eru bara fólk, búsitandi í Danmark, kunnu keypa og eiga fiskirættindi. Svensku fyritøkurnar hava eisini heimstað í Danmark og rinda vinnu felagsskatt har, men alt yvirskotið verður útgoldið til reiðarar, sum búgva í Svøríki, sambært DR. Bæði danski Javnaðarflokkurin og Danski Fólkaflokkurin finnast eisini at verandi lóggávu og halda, at fiskimálaráðharrin Karen Ellemann eigur at herða lógina. Men tað er umráðandi at siga, at hetta eru skip, sum sigla undir donskum flaggi. Fyritøkurnar byggja skip í Danmark, og fiskurin kemur upp á land í Danmark. Tað hoyrir við til søguna, sigur Karen Ellemann við Danmarks Radio. Ódnin fer nú í útnyrðing. Ávarað er um stormflóð, og hildið verður, at vatnstøðan kann hækka upp í 4 5 metrar í ringast raktu økjunum. Fólkið í Florida fær hjálp til at fáa nýggjan bústað, at byggja uppaftur og at rudda, eftir ódnina, tá hon er liðug at gera um seg. Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur játtað umbønini frá Florida um at fáa vanlukkuhjálp frá samveldisstjórnini. Tað merkir, at deilstaturin fær pening til millum annað at endurhýsa fólki og lán til at endurreisa statin. Tað upplýsa Hvítu húsini, sambært Ritzau. Peningurin frá samveldisstjórnini fevnir um ískoyti til fyribils bústað og at umvæla heimini, lágprís lán til at rinda fyri hús, sum ikki vóru tryggjað og annað, skriva Hvítu Húsini. Forsætisráðharrin, Erna Solberg, hevur rikið valstríð í gøtunum í Oslo, har hon hevur reksað upp alt, sum stjórnin hevur avrikað seinastu fýra árini skattalækking, hægri játtan til verjuna og fleiri fólk í arbeiði. Seinastu fýra árini hava stundum eisini verið strævin, mett eftir norskum standardi. Prísurin á olju er lækkaður og nógv gjørdust arbeiðsleys. Men nú stendur búskapurin í vøkstri aftur og arbeiðsloysið er minkað og er nú niðanfyri fimm prosent. Valstríð í Noregi hevur verið nógv merkt av orðadrátti millum Ernu Solberg, úr Høgraflokkinum, og formannin í arbeiðaraflokkinu, Jonas Gahr Støre. Valstríðið er tætt og spennandi, og hesarferð taka veljarar seint støðu til, hvønn flokk tey velja. Nærum ein miljón veljarar hava ikki tikið støðu, og haer hevur Arbeiðaraflokkurin møguleikan, sigur Jonas GAhr Støre. Seint í kvøld verður greitt, hvør verður nýggjur forsætisráðharri í Noregi. Síðani byrjar sjálv telvingin at manna stjórn saman við nógvu smærru flokkunum. Fleiri av smáu flokkunum stríðast við at halda seg omanfyri sprerrimarkið upp á fýra prosent, eitt nú Vinstriflokkurin, Kristiligi fólkaflokkurin, Sosialistiski vinstriflokkurin og umhvørvisflokkurin Tey Grønu. Ein kanning, sum Megafon hevur gjørt í Danmark, vísir, at heili 48 prosent av øllum dønum halda, at tað er eitt gott hugskot, at rørsla ella venjing skal vera fastur partur av einum arbeiðsdegi. Vit hava seinastu trý árini skipað fyri ymiskum tiltøkum, soleiðis at starvsfólkini fáa meira rørslu inn í gerandisdagin, eisini meðan tey eru til arbeiðis, siugr Pól Jákup Poulsen, stjóri í Autoservice. Eitt nú hava starvsfólkini fingið ítróttarklæðir, fetteljara og renniur. Somuleiðis hevur arbeiðsplássið skipað fyri kapingum fyri at egga starvsfólkunum at røra seg meir. Hoyr Pól Jákup Poulsen fortelja, hvussu tey royna at fáa starvsfólkini at verða meira tilvitað um ein sunnan lívsstíl, í ljóðbrotinum omanfyri. Var hendingin fyri 16 árum síðani ikki farin fram, ivist eg í, um ein sum Donald Trump nakrantíð var komin til valdið, sigur Regin Berg, stjórnmálafrøðingur. Í dag eru 16 ár liðin síðani terrorálopið í New York fór fram 11. september 2001. Hendingin hevur elvt til fremmandahatur um allan heim, og í praksis hava flogvallir um allan heim merkt ávirkanina eisini Vága Floghavn her í Føroyum. Birgir Joensen, sum er brand og trygdarmaður hjá Vágafloghavn, hevur arbeitt á flogvøllinum síðani 1990. Hann upplivdi, hvussu trygdarkrøvini brádliga blivu nógv herd, og hvussu stemningurin á arbeiðsplássinum var eftir 11. septembur 2001. Nátatíðin er av fyri í ár, men eingin veit við vissu, hvussu nógv verður tikið, og heldur ikki hvussu stórur stovnurin av havhesti er. Í øðrum londum vísa kanningar, at havhestastovnurin minkar, og mett verður, at sama gongdin er í Føroyum, uttan at nakað prógv er fyri tí. Tí er rætt at gera kanningar av havhestastovninum, sigur Sjúrður Hammer, lívfrøðingur Trý fólk vórðu vald á Kommunulistanum, sum fekk skipað meiriluta saman við Anitu Vibergsdóttur, sum varð einsamøll vald á Borgaralistanum. Trý fólk vórðu vald á Kommunulistanum, sum fekk skipað meiriluta saman við Anitu Vibergsdóttur, sum varð einsamøll vald á Borgaralistanum. Í fyrstu sendingini av trimum í sendirøðini Skriftstøð, skrifta 31 ára gamli fyrrverandi arkitektur og núverandi høvundi og næmingur á Rithøvundaskúlanum í Keypmannahavn, Rúni Weihe úr Hósvík, og 59 ára gamli fjøllista , grótbrots og havnamaðurin, Tóroddur Poulsen, sum er búsitandi í Raadvaad í Danmark. Eftir 10 ár í arkitektafakinum fór Rúni Weihe at skriva av álvara, og í 2015 gav hann út skaldsøguna, Mursejler. Men hvør var orsøkin til skiftið frá arkitekturi til skriftina, hví skrivar Rúni á donskum, hvussu sær hann føroyska samfelagið og bókmentina anno 2017, og hví hevur Rúni perverteraða áhugan í grótbrotum Tóroddur Poulsen hevur óteljandi bókmenta og listaverk á baki, og í næstum fyllir hann seksti. Hvussu uppfatar Tóroddur sín leiklut sum føroyskur høvundi, ið skrivar á føroyskum úr útlegd, hví fór hann at skriva blogg, hvønn týdning hevur myndlistin fyri hann, kundi hann hugsa sær at flutt heim aftur til Føoryar, og hví er hann av tí fatan, at grótbrot eru vøkur Marine Harvest fer nú aftur undir at royna at ala á Sandsvág. Hetta er fjórða ferðin at roynt verður at ala í harðbalna økinum, og higartil hevur ikki borið til at fáa alingina at kasta nakað av sær. Útgerðin hesaferð verður betri, og fiskurin sum verður settur út í vár, verður størri, og tí skuldu møguleikar verið fyri at fingið alingina at borið til, sigur Finnur Johannesen, sum stendur fyri alingini á Sandsvág. Norrøna Felagið í Vasa og Norðurlandahúsið í Føroyum skipaðu fyri føroysku vikuni í mai mánaði í 1991. Einir 80 føroyingar vóru við har yviri. Har vóru kórkonsertir, føroyskur danskur, framsýningar og fyrilestrar. Eyðbjørg Kass frá Norðurlandahúsinum, Kristina Saari, forkvinna í Norrøna Felagnum í Vasa, Martin Næs, landsbókavørður, Arnstein Niclasen, býráðslimur í Havn, og Thorolf Bj rklund, finskur konsul í Føroyum. Umframt Kristin Michelsen, hevur uttanflokkakvinnan Sonja Jógvansdóttir boðað frá, at hon tekur ikki undir við ætlanunum hjá landsstýriskvinnuni. Almannamálaráðnum skipar í samstarvi við Nordisk Velfærdscenter í hesum døgum fyri ráðstevnu um kynslív og kynsligan ágang á fólk sum bera brek. Heitið á rástevnuni er Bryt tabút , og neyðugt er at bróta tøgnina um kynslívið hjá fólki, ið bera brek, um tey skulu fáa betri umstøður. Tí fólk, ið bera brek, hava kynslív og kenslur eins og øll onnur, og eisini rættindi at hava eitt kynslív. Tað sigur Maria Motefuso, sum arbeiðir á Nordisk Velfærdscenter, og sum hevur skipað fyri ráðstevnuni. Catrine Lundell er ein av fyrilestrarhaldarunum á ráðstevnuni. Hon er fríyrkis útvarps og sjónvarpsframleiðari, og lágvaksin. Hon hevur sum aðalmál, at varpa ljós á seksualitet, tí fólk, ið bera brek hava tørv á at tosa um sínar kenslur eins og øll onnur. Tað siga Julia Bahner, granskari, sum hevur kannað, hvussu stendur til við vitan, kunning og átøkum um seksualitet í Svøríki, tá talan er um fólk, ið bera brek. Tað snýr seg ikki um at leggja kommunurnar undir nakra lóg, men heldur at finna ein skipa an leist til fíggjarstýring fyri alt landið, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna. Í Svøríki er ikki nógv hjálp og vegleiðing at fáa um kynslív, hjá fólki, ið bera brek. Men í Danmark hevur ljós leingi verið varpað á evnið. Millum annað ber til at nema sær útbúgving sum seksualvegleiðari, sum vegleiðir starvsfólk, og fólk, ið ber brek, um kynslív og seksualitet. Um Løgtingið klárar tað, so er tað fínt. Um ikki, so verður fólkaatkvøðan seinni í 2018, sigur løgmaður. Pensjónsnýskipanin á veg Landsstýrið ætlar eisini at fara í Løgtingið við pensjónsnýskipanini í heyst. Samgongan er samd um høvuðstættirnar í uppskotinum. Ein andstøðuflokkur hevur eisini verið við í samráðingunum, so vit fáa at síggja, um tað verður ein breið semja, sigur Aksel V. Johannesen. Hann vil kortini ikki siga, hvønn andstøðuflokk, talan er um. Ræðslukampanjurnar seinastu árini tykjast ikki at rína við. Føroyingar roykja enn nógv meira enn danir, sviar og norðmenn, vísir ársfrágreiðingin hjá Landslæknanum Í dag eru hjálparfólk farin húsagongd til tess at vita, um nøkrum tørvar hjálp, og eitt stórt uppruddingararbeiði stendur nú fyri framman. Uppaftur truplari er tað tosa um kynsligan ágang og seksualitet hjá fólki, sum bera brek. Men í hetta evnið er til viðgerðar á ráðstevnu í Føroyum í hesum døgum. Miðlar, sum fáa pengar eftir lógini um miðlastuðul, kunnu verða kravdir at gjalda pengarnar aftur, um miðilin í sambandi við umsókn sína hevur givið nevndini skeivar ella villleiðandi upplýsingar ella tagt burtur týðandi upplýsingar ella ikki lýkur treytirnar fyri stuðli annars. Miðlastuðulsnevndin kann í slíkum samband eisini áseta herðandi treytir fyri miðlastuðli til miðilin, so sum at krevja skjalprógv, frágreiðingar og annað, um tað er neyðugt fyri at fyribyrgja fleiri brotum. Hetta stendur millum annað í uppskotinum hjá Mentamálaráðnum um kunngerð um Miðlastuðulsnevndina. Uppskotið er sent til hoyringar. Hoyringarfreistin er 21.september. Men nevndin, sakkøn og skrivari hava tagnarskyldu um øll viðurskifti hjá nevndini sambært vanligu reglunum í fyrisitingarlógini og revsilógini. Tað verður nýggi formaðurin ella nýggja forkvinnan, sum fer at sita við borðendan, tá landsstýrismálanevndin aftur fer at viðgera kærurnar, sum nevndin hevur fingið. Jógvan Skorheim í Sjálvstýri hevur boðað frá, at hann leggur frá sær sum formaður í landsstýrismálanevndini, tí eftir hansara tykki hevur nevndin ov fáar heimildir. Hini bæði í nevndini eru Annita á Fríðriksmørk í Tjóðveldi og Magnus Rasmussen í Sambandsflokkinum. Annað teirra verður forkvinnna ella formaður. Meginfelag Útróðrarmann hevur kært um fiskidagarnar í fjør, Jørgen Niclasen hevur kært um fiskirættindi, og Bjørn Kalsø hevur kært landsstýrismannin í fiskivinnumálum um uppskotið um at fyrisita sjófeingi. Aksel V. Johannesen, løgmaður, sigur, at í evsta føri verður tað samgongan einsamøll, sum fer at samtykkja uppskotið um fiskivinnunýskipan. Ari og beiggin Jóni royna at fáa hendur á telduspælinum Kepler62. Tað ganga søgur um tey fáu, sum hava klárað spælið, at tey verða tikin av einum loyniligum felagsskapi, og at tey skulu ferðast til eina ókenda gongustjørnu. Timo Parvela hevur skrivað og Jákup Sørensen týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2017. Elin á Rógvi sigur frá og leggur til rættis. Gunnar Nolsøe er vaktarmaður, Brandur Kalsberg er Ari, Brandur Debes Dánialsson er Jóni, Jóna Dalsgarð er maskina, Victoria Martha Hansen er Kumar lækni, Fríðunn Bolstad Mortensen er genta, Filip Lava Bárðason er drongur, Rebekka Manuela Behrens er mamma, Brynhild Thomsen er tíðindarødd, Kári Sólstein, Ingi Rasmussen, Páll Danielsen og Eyðvardur Mohr Iversen eru gráir menn. Høgni Fagraberg hevur lagt tónleikin til rættis og hevur sett útvarpsleikin saman. Ari og beiggin Jóni royna at fáa hendur á telduspælinum Kepler62. Tað ganga søgur um tey fáu, sum hava klárað spælið, at tey verða tikin av einum loyniligum felagsskapi, og at tey skulu ferðast til eina ókenda gongustjørnu. Timp Parvela hevur skrivað og Jákup Sørensen týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2017. Elin á Rógvi sigur frá og leggur til rættis. Gunnar Nolsøe er vaktarmaður, Brandur Kalsberg er Ari, Brandur Debes Dánialsson er Jóni, Jóna Dalsgarð er maskina, Victoria Martha Hansen er Kumar lækni, Fríðunn Bolstad Mortensen er genta, Filip Lava Bárðason er drongur, Rebekka Manuela Behrens er mamma, Brynhild Thomsen er tíðindarødd, Kári Sólstein, Ingi Rasmussen, Páll Danielsen og Eyðvardur Mohr Iversen eru gráir menn. Høgni Fagraberg hevur lagt tónleikin til rættis og hevur sett útvarpsleikin saman. Ari og beiggin Jóni royna at fáa hendur á telduspælinum Kepler62. Tað ganga søgur um tey fáu, sum hava klárað spælið, at tey verða tikin av einum loyniligum felagsskapi, og at tey skulu ferðast til eina ókenda gongustjørnu. Timp Parvela hevur skrivað og Jákup Sørensen týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2017. Elin á Rógvi sigur frá og leggur til rættis. Gunnar Nolsøe er vaktarmaður, Brandur Kalsberg er Ari, Brandur Debes Dánialsson er Jóni, Jóna Dalsgarð er maskina, Victoria Martha Hansen er Kumar lækni, Fríðunn Bolstad Mortensen er genta, Filip Lava Bárðason er drongur, Rebekka Manuela Behrens er mamma, Brynhild Thomsen er tíðindarødd, Kári Sólstein, Ingi Rasmussen, Páll Danielsen og Eyðvardur Mohr Iversen eru gráir menn. Høgni Fagraberg hevur lagt tónleikin til rættis og hevur sett útvarpsleikin saman. Ari og beiggin Jóni royna at fáa hendur á telduspælinum Kepler62. Tað ganga søgur um tey fáu, sum hava klárað spælið, at tey verða tikin av einum loyniligum felagsskapi, og at tey skulu ferðast til eina ókenda gongustjørnu. Timp Parvela hevur skrivað og Jákup Sørensen týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2017. Elin á Rógvi sigur frá og leggur til rættis. Gunnar Nolsøe er vaktarmaður, Brandur Kalsberg er Ari, Brandur Debes Dánialsson er Jóni, Jóna Dalsgarð er maskina, Victoria Martha Hansen er Kumar lækni, Fríðunn Bolstad Mortensen er genta, Filip Lava Bárðason er drongur, Rebekka Manuela Behrens er mamma, Brynhild Thomsen er tíðindarødd, Kári Sólstein, Ingi Rasmussen, Páll Danielsen og Eyðvardur Mohr Iversen eru gráir menn. Høgni Fagraberg hevur lagt tónleikin til rættis og hevur sett útvarpsleikin saman. Ari og beiggin Jóni royna at fáa hendur á telduspælinum Kepler62. Tað ganga søgur um tey fáu, sum hava klárað spælið, at tey verða tikin av einum loyniligum felagsskapi, og at tey skulu ferðast til eina ókenda gongustjørnu. Timp Parvela hevur skrivað og Jákup Sørensen týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2017. Elin á Rógvi sigur frá og leggur til rættis. Gunnar Nolsøe er vaktarmaður, Brandur Kalsberg er Ari, Brandur Debes Dánialsson er Jóni, Jóna Dalsgarð er maskina, Victoria Martha Hansen er Kumar lækni, Fríðunn Bolstad Mortensen er genta, Filip Lava Bárðason er drongur, Rebekka Manuela Behrens er mamma, Brynhild Thomsen er tíðindarødd, Kári Sólstein, Ingi Rasmussen, Páll Danielsen og Eyðvardur Mohr Iversen eru gráir menn. Høgni Fagraberg hevur lagt tónleikin til rættis og hevur sett útvarpsleikin saman. Høvuðsuppgávan hjá Arbeiðs og brunaeftirlitinum er at betra arbeiðsumhvørvið á føroyskum arbeiðsplássum, og at virka fyri brunatrygd. Fólk lótu sær ikki siga tvær ferðir, at á nýggjárinum seinast gjørdist møguligt at stovna felag í Føroyum bara við einari krónu í stovnfæi. Eitt íverkstarafelag er eitt smápartafelag, sum hevur millum eina krónu og 49.999 krónur í stovnfæi. Tá stovnfæið er 50.000 krónur gerst talan um veruligt smápartafelag. Men eitt íverksetarafelag hevur skyldu til at seta av ein fjórðing av møguligum yvirskoti hvørt ár til bundan tiltakspening til komið er upp í 50.000 krónur Markleys útbúgving er í ár serliga ætlað teimum, sum ganga á síðsta ári á gymnasiala miðnámi. Men øll áhugað hava ókeypis atgongd uttan tilmelding frá klokkan 10.15 til 15. Erna Solberg, forsætisráðharri, noyðist helst at skipa eina minnilutstjórn, nú Kristiligi fólkaflokkurin hevur boðað frá, at hann fer ikki at styðja eina stjórn, har Framburðsflokkurin er við. Borgarligu flokkarnir varðveita stjórnarvaldið, og Erna Solberg hevur boðsent øllum fýra flokkum á fund um møguleikarnar at skipa stjórn. Men Kristiligi fólkaflokkurin vil ikki vita av Framburðsflokkinum, og tí er ikki óhugsandi, at Høgriflokkurin skipar stjórn einsamallur, ella saman við Framburðsflokkinum, sigur Jógvan Hugo Gardar. Tey meira enn 40 fólkini, sum høvdu søkt um upptøku á ískoytisútbúgvingina fyri sjúkrarøktarfrøðingar, hava nú fingið svar upp á kæruna, tey sendu Fróðskaparsetrinum, tá skeiðið varð avlýst. Men Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar, góðtekur ikki svarið frá rektaranum. Danska Løgmálaráðið skrivar í hoyringarsvari, at soleiðis sum uppskotið nú er orðað, verður grundlógin framvegis galdandi í Føroyum. Forkvinnan í grønlendsku stjórnarskipanarnevndini, Vivian Motzfeldt, sigur, at tey vilja fyrst og fremst hava eina grundlóg, sum skal koma í gildi, tá Grønland fer úr ríkisfelagskapinum. Í fjør vóru 53,7 prosent av øllum nýføðingum í Føroyum føddir uttan fyri hjúnalag. Síðani 2010 hevur gongdin verið, at meir enn helvtin av nýføðingunum hava foreldur, ið ikki eru gift. Brúdleyp í dag eru blivin rættiliga stór og kostnaðarmikil, og tað ger, at fleiri fólk aftra seg við at giftast, sigur Heri Joensen. Gongdin hevur verið tann, at mann fyrst fært sær børn og finnur tann rætta ella ta røttu, og so verður tað umhugsað í øll hesi árini, um viðkomandi er tann rætti ella rætta. Ofta giftast pør ikki fyrr enn børnini eru sjey ár. Eg plagi tó at siga, at tað er ongantíð ein spurningur um at finna tann rætta ella røttu, tað Aftur hósdagin Hósdagin verður afturlatin uppboðssøla á Vørn. Seld verða 9.000 tons av svartkjafti og 9.000 tons av norðhavssild. Í vetur koma 26 nýggir partar av djórasendingunum Alt um djór. Hesin fyrsti parturin er um ein unga, sum fyrst og fremst má læra at ganga á beinunum, sum eru sum stúltur, og so má hann ansa øgiliga væl eftir villum hundum. Hvør man tað vera Uppsjóvarvirkið Pelagos í Fuglafirði hevur úr at gera í løtuni, tí nógvur makrelur er at fáa. Skipini velja at koma inn við minni nøgdum, tí tað gevur bæði betri góðsku og hægri prís, sigur Fríðin Ziskason, virkisleiðari á Pelagos Meðan prísurin á makreli hevur verið á góðari leið, eru útlitini fyri prísinum á sild meira óviss. Sildaveiðan byrjar fyrst í oktober, og stórar nøgdir skulu fiskast. Tað fer at trýsta prísin, og tað er ikki óhugsandi at hann verður helvtina lægri enn í fjør. Av tí sama er vónleyst at meta um útlitini, sigur Fríðin Ziskason, virkisleiðari á Pelagos Tað er fyrsta stig at fáa ein lækna afturat í Havnini. Eg havi eisini fingið tilmæli um, at vit eiga at fáa ein afturat í Havn, sigur hon. Tí, at vit skulu hava hølisviðurskiftini upp á pláss áðrenn, áðrenn vit fáa fíggingina til vega til tað. Eg trúgvi ikki tað verður tann stóri trupulleikin, tí hetta er ein tænasta, sum er neyðugt fyri, at borgararnir skulu kenna seg tryggar, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum. Tørvur er á at varpa ljós á evnið, og útbúgva vegleiðarar til at leiðbeina starvsfólki og borgarum, heldur Julianna Næs Olsen, eindarleiðari hjá Almannaverkinum og ein av tveimum seksualvegleiðarum í Føroyum. Hóast Høgriflokkurin hjá Ernu Solberg gekk nakað aftur á valinum, so var tað hennara boðskapur um, at bjartskygni nú aftur vinnur fram, sum stóð sterkastur, tá norska fólkið greiddi atkvøðu. Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, heldur avgjørt, at meira eigur at verða gjørt til tess at veita teimum, ið bera brek, hjálp til kynslívið og at upplýsa fakfólk meira um hetta evnið. Málið um oljudálkingina var á skránni fyri býráðsfundin á Tvøroyri mánadagin. Har var kunning frá advokatinum hjá kommununi viðgjørd. Býráðið á Tvøroyri hevur ikki slept vónini um at fáa pengarnar aftur, sum kommunan brúkti fyri skjótt fýra árum síðani til at taka upp tungolju, sum var farin á sjógv við Krambatanga, og reinsa fjøruna har á leiðini. Tá, seint í september 2013, vórðu royndir tiknar av olju frá trimum skipum, sum kundu havt dálkað, men eingi prógv fingust fyri, at nakað av skipunum hevði dálkað. Í kunngerðini um oljudálking stendur, at um eingin kann skuldsetast fyri at hava dálkað, eiga landið og kommunan í felag at átaka sær útreiðslurnar av at rudda og reinsa. Nevndin hevur fund í dag, og á skránni er formansval, sæst á heimasíðuni hjá løgtinginum. Landsstýrismálanevndin skal hava eftirlit við, at landsstýrið heldur seg innan fyri teir karmar, íð lógin setir. Jógvan Skorheim, tingmaður, hevur verið formaður í landsstýrismálanevndini seinastu tvey árini, men herfyri segði hann seg úr sessinum, tí hann heldur, at nevndin ikki riggar og hevur ikki tey amboð, ið skulu til fyri at fáa greiðu á málum. Hóast almennir stovnar væl vita, at tá keypt verður fyri meira enn 50.000 krónur , eiga stovnarnir at biðja um tilboð frá minst tveimum seljarum á Keypsportalinum, verður tað verri enn so altíð gjørt. Landsgrannskoðanin hevur kannað 16 rokningar hjá almennum stovnum, sum hava keypt fyri millum 50.000 og 800.000 krónur , uttan at biðja um tilboð frá minst tveimum veitarum. Lívið hjá Poul Rustin hevur verið fult av upplivilsum. Hann hevur verið sjómanskokkur í fleiri ár, hann hevur eisini rikið cafeteria á Kambsdali áðrenn hann tók avgerð at keypa matstovuna Muntra í Fuglafirði. Tað, sum serliga hevur hugtikið kendu gestirnar, sum hava vitjað Muntra og Poul Rustin, er hansara serliga høvdasúpan. Onkur hevur verið so bergtikin av súpanini, at tey hava spurt, og fingið, eitt høvd heim við sær. Sum limuir í LIONS, hevur Poul Rustin verið við til nógv hjálpararbeiði, og hetta heldur fram nú hann gevst við matstovuarbeiðnum. Yvirlýsingin leggur dent á samstarvið millum tollmyndugleikarnar í Norðuratlantshavi, og við henni ber nú til at brúka upplýsingar og serfrøði hjá hvørjum øðrum, skrivar sjálvstýrið. Í yvirlýsingini er dentur lagdur á høvuðsøkini narkohundar, skannig og beinleiðis eftirlit við vørum, vandalýsing og ætlanir fyri eftirlit, at keypa serútgerð, venjing og HR avbjóðingar. Eisini fevnir yvirlýsingini um stýring og gjøgnumskygni. Bíleggingarskipanin, sum Strandfaraskip landsins ætla at seta í gildi fyri Teistan, tá hann siglir av Gomlu rætt, kemur eisini í gildi á Kalsoyarleiðini. Hann sigur, at dømi eru um bilar við húsvogni, sum eru líka langir sum fýra vanligir persónbilar og viðhvørt eisini breiðari enn ein persónbilur. Ein persónbilur við húsvogni rindar 320 krónur á styttru farleiðunum hjá Strandferðsluni og 450 krónur á Suðuroyarleiðini, sama hvussu nógv pláss, hann tekur á dekkinum. Harafturat er umráðandi, at bilrøðirnar, sum pendlarar og oyggjabúgvar ofta noyðast at standa í, ikki gerast longri enn tær viðhvørt eru í dag. Eisini gera høgir húsvognar og húsbilar, at rampurnar inni á bildekkinum á Smyrli og Teistanum ikki sleppa niður, svarar Henrik Old. Jógvan Skorheim, tingmaður fyri Sjálvstýri, segði seg herfyri frá, sum formaður, tí hann heldur, at landstýrismálanevndin ikki riggar, og ikki hevur tey amboðini, ið skulu til, fyri at loysa mál. Í summar boðaði Magni Arge frá, at hann vil sleppa í løgtingið. Magni Arge er valdur í løgtingið, men hevur sitið á fólkatingið fyri Høgna Hoydal, sum er landsstýrismaður og formaður í Tjóðveldi. Men eingin loysn hevur verið at hómað hesar seinastu mánaðirnar, har Magni Arge hevur sitið í løgtinginum og á fólkatingi, hóast Tjóðveldi upp til valið í september 2015 segði, at teirra tinglimir ikki skulu hava dupultsessir hetta stendir eisini í samtyktunum hjá flokkinum. Hetta vallyftið hevur verið brotið í fleiri mánaðir, men í dag boðaði Høgni Hoydal so frá, at hann letur Magna Arge fáa sín sess í fólkatinginum. Magni Arge kann um hann er valdur í fólkatingið fara í farloyvi frá fólkatinginum, tá hann vil, og í løgtingið. Her er eitt yvirlit yvir gongdina í málinum, sum nú hevur ført við sær, at formaðurin í Tjóðveldi mátti lata Magna Arge sín fólkatingssess Juni 2015 Fólkatingsval Á fólkatingsvalinum 18. juni 2015 varð Høgni Hoydal fyrstvaldur við 1477 atkvøðum, og Magni Arge gjørdist nummar tvey við 1082 atkvøðum. Undir valstríðnum segði Tjóðveldi, at ikki bar til at vera í tveimum sessum samstundis sí filmsbrot niðanfyri . September 2015 Løgtingsval Á løgtingsvalinum 1. september 2015 blivu bæði Høgni Hoydal og Magni Arge valdir í Løgtingið. Tá samgonga varð skipað, fór Høgni Hoydal í landsstýrið og tók farloyvi úr Fólkatinginum. Oktober 2015 Høgni Hoydal hevur biðið um farloyvi úr fólkatinginum, tí hann er vorðin landsstýrismaður. Magni Arge gerst fólkatingsmaður, sum varamaður fyri Høgna Hoydal August 2016 Men í fjør bað Magni Arge um farloyvi úr fólkatinginum, tí hann vildi aftur í løgtingið eina tíð. Men tá hevði Tjóðveldi trupult at finna avloysaran at fara á fólkating, tí Kristina Háfoss og Sirið Stenberg, sum er nummar trý og fýra á listanum, er í landsstýrinum, og Annita á Fríðriksmørk, sum er nummar fimm á listanum, er í løgtingnum og hevði ikki hug at fara á fólkating. Mei Juni 2017 Í vár vildi Magni Arge aftur í løgtingi, tí fiskivinnunýskipanin skuldi viðgerast. Men hesferð fekk hann ikki farloyvi úr fólkatinginum, tí skipanin í fólkatinginum loyvir ikki varafólki í farloyvi meira enn einaferð. Tjóðveldi valdi tí at bróta vallyftið, og lat Magna Arge sita bæði í fólkatinginum og løgtinginum samstundis, og tað hevur hann nú gjørt í tríggjar mánaðir. September 2017 Magni Arge segði 6. september, at hann fór at kalla varafólk inn fyri seg, antin á løgtingi ella fólkatingi. Enn er einki varafólk funnið, men Tjóðveldi væntar at boða frá loysnini í næstum . Hóast Tvøroyrar kommuna og havn hava fingið ein dóm í Eystari landsrætti um strandfaraskip og havnargjald, so er hann ikki galdandi í hesum førinum, sigur borgarstjórin á Tvøroyri, Kristin Michelsen. Flokkurin hevði fund um málið í gjár, men flokkurin vil framvegis ikki siga alment, hvør niðurstøðan er, men Magni Arge sigur, at tey koma við nærri boðum seinnapartin í dag ella í morgin. Til fólkatingsvalið gav flokkurin lyfti um, at fólk ikki skulu kunna sita bæði í løgtinginum og fólkatinginum samstundis, men tað hevur Magni Arge gjørt seinastu tíðina. Magni Arge hevur havt farloyvi úr fólkatinginum fyri at fara í løgtingið, men sum varamaður á fólkatingi sleppur hann ikki í farloyvi aftur, og tí má hann endaliga úr tí sessinum, um hann aftur ætlar í løgtingið. Vestmannadagarnar eru í hesum døgum og nógv er á skránni. Eitt nú fer Fróði Skúvadal at greiða frá sagnum og søgum í Vestmanna. Í morgun greiddi hann frá Kálgarðinum, sum er eitt forminni í Vestmanna. Tað sigst at fyrstu vestminingarnar búsettust í Kálgarðinum. Siga ES londini at tey vilja ikki hava okkum sum lim, so er tað ein uggi hjá okkum. Vit hava aðrar ætlanir tøkar. Vit kunnu vera Evropeiska samveldið fyriuttan, segði turkiski forsetin í summar. Dentur skal leggjast á at fáa mál í Landsstýrismálanevndini avgreidd so skjótt sum gjørligt. Tað sigur Magnus Rasmussen, tingamður hjá Sambandsflokkinum, sum í dag tók við sum formaður í Landsstýrismálanevndini, eftir Jógvan Skorðheim, tingmann hjá Sjálvstýrisflokkinum. Magnus Rasmussen er triði formaðurin í nevndini síðani løgtingsvalið. Nevndin hevur trý mál sum skulu avgreiðast sum skjótast, sigur Magnus Rasmussen Útisetabólkurin Harkaliðið gekk nýggjar leiðir. Í 1969 kom fyrsta EP plátan við prikandi kabarettvísum, og árið eftir kom onnur EP av sama slagi. Í Harkaliðnum vóru royndir sangarar og leikfólk, sum dugdu væl at bera sangirnar fram. Annika Hoydal er høvuðssangari, hinir í bólkinum eru Jógvan Telling Joensen, Jógvan Dahl og Kári Mouritsen. Í 1971 kemur høvuðsverkið hjá Harkaliðnum LP plátan við nýtulkingum av føroyskum vísum og kvæðum. Heldur ikki tað fall í góða jørð hjá øllum í Føroyum. Kvæðini vóru mett sum heilag, tey mátti eingin nerta við. Men framførslan hjá Harkaliðnum á hesari plátuni var væl frágingin, og sangirnir gjørdust ógvuliga væl umtóktir. Í einum steðgi undir upptøkunum í Wifoss studio á Nyvej í Frederiksberg var gingið niðan í Frederiksberg Have, og har tók Ian McCalman summarsligu myndirnar av teimum fýra. Ian McCalman, ið gekk saman við Anniku Hoydal, var oddamaður í skotska bólkinum The McCalmans, sum Harkaliðið fekk stóran íblástur frá. Danmarks Radio helt Harkaliðið vera so spennandi, at føroyska manningin sást fleiri ferðir í donskum sjónvarpssendingum. Teitur er fjølbroytt tónaskald og tónlistamaður við sterkum integriteti. Hann kom fram sum eitt skot, tá ið hann í 2002 fekk sáttmála við heimsins størsta plátufelag, Universal Records. Frumútgávan, Poetry and Aeroplanes, varð varpað út á heimsmarknaðin, hann stóð á palli saman við Suzanne Vega og øðrum, Seal og Corinne Bailey Rae eru millum tey, sum hava endurframført hansara sangir. Men eftir nøkur skundmikil ár sum ferðandi singer song writer troubadourur tók Teitur seg úr kommerisiellu tónleikavinnuni. Hann vildi í størri mun hugsavna seg um at víðka og breiðka tónlistaliga útsýnið. Tað frættist ikki longur so nógv um Teit sum tey fyrstu árini í nýggju øldini. Kortini hevur hann nógv jørn í eldinum. Seinasta eginútgávan, Story music kom í 2013. Í samrøðuni, sum Suni Merkistein hevði við Teit Lassen í januar 2016, greiðir sangskrivarin frá síni listarligu endurnýggingarstremban. Hoyringin um støðuna á Glasi heldur fram. Nú skal rektarin svara uppá svarið, sum lærararnir í Hoydølum sendu til hansara svar uppá kæruna, sum lærararnir sendu Mentamálaráðnum í juni. Og so leingi sum nakað nýtt kemur fram, heldur hoyringin fram, sigur Poul Gert Hansen, aðalstjóri Landstýriskvinnan í Mentamálum, Rigmor Dam, fer at biðja Fróðskaparsetur Føroya um eina frágreiðing eftir at ískoytisútbúgvingina hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, varð avlýst stutt fyri skúlabyrjan. Fróðskaparsetrið avlýsti skeiðið av innanhýsis sparingum og trongari fíggjarstøðu. Rigmor Dam sigur, at tað er ábygrdin hjá leiðsluni á Setrinum at stýra eftir tí játtan sum Setrið hevur fingið, og at virksemið ikki skal leggjast til rættis eftir væntanini um at fáa eykajáttan. Hon er farin undir eina fundarrøð við pensjónsfeløg, bankar, tryggingarfeløg, fakfeløg og vinnuna um at byggja bústaðir í høvuðsstaðnum. Fáa vit fleiri leigubústaðir, eldrabústaðir og røktarbústaðir, so hevur tað vónandi við sær, at fleiri sethús verða á marknaðinum, sigur Annika Olsen, borgarstjórin. Fundarrøðin hevur hilnast væl, heldur borgastjórin. So væl, at hon miðar eftir, at partarnir hava undirskrivað eina avtalu á einum evnisdagi um fjúrtan dagar, tann 27. september. Fyrr í ár eydnaðist tað føroyska kvinnulandsliðnum, eftir at hava vunnið á Luksemborg, Montenegro og Turkalandi at spæla seg víðari til HM undankappingina. Vit vita betur, hvat krevst. Nú hava mestsum allir spælararnir royndir frá U landsliðunum, og umstøðurnar kring landsliðið eru eisini batnaðar munandi síðan seinast vit spældu eina undankapping. Allir smálutir skulu síta, tí betur fyrireikaðar vit eru, betri gerst møguleikin fyri at fáa góð úrslit, sigur liðskiparin við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandinum. Hon er liðskipari hjá Kekkia og verður helst at finna í álopinum saman við Lucie Martinkova úr Sparta Prag. Martinkova hevur skorað 16 mál í 69 landsdystum. Tað er tó einki at reypa av, tá havt verður í huga, at føroyski liðskiparin, Rannvá Andreasen hevur skorað 27 mál í 54 landsdystum. Leigunevndin kann heldur ikki viðgera mál av sínum eintingum, mál um viðurskifti, sum Leigunevndin kemur fram á í sambandi við kærur um onnur viðurskifti, til dømis brunaverju og rýmingarleiðir. Eisini skal Almannaverkið kunna rinda Bústøðum endurgjald, tá leigubústaður er í so ringum standi, at depositum ikki røkkur til umvælingina. Hetta er fyrstu ferð, at tveir býir verða tilnevndir í senn, og høvuðsorsøkin er minkandi áhugi fyri at skipa fyri heimsins størsta ítróttartiltaki, skrivar Ritzau. Stórbýir, sum Hamburg, Rom, Budapest og Boston avgjørdu tíðliga í tilgongdini at taka aftur umsókn sína um OL í 2024, og so stóð valið at enda bara millum Paris og Los Angeles. Vanliga verður OL verturin tilnevndur sjey ár frammanundan, men nú fær Los Angeles 11 ár til at fyrireika seg í. Tað verður triðja sinni, at Los Angeles er vertur fyri summar OL. Eftir Paris var vertur fyri OL í 1924, helt nevndin, at tað var sjálvfylgja at halda leikirnar í franska høvuðsstaðnum í 2024, fyri at hátíðarhalda 100 ára dagin. Los Angeles vildi treyðugt gerast vertur í 2028, men tað eydnaðist umsíðir IOC nevndini at tosa amerikonsku sendinevdina úr Los Angeles til rættis. Annað uppskotið hjá samgonguni um fiskivinnunýskipan, og uppskotið hjá løgmanni um stjórnarskipan skulu leggjast fram á tingfundinum í dag. Í sambandi við framløguna fer løgtingsformaðurin at boða frá, um løgfrøðingarnir hjá løgtinginum, sum hava kannað bæði uppskotini, hava nakrar viðmerkingar um tey. Tað er Epinion, sum hevur gjørt kanningina fyri Radius Kommunikation, og 25 fakbólkar eru skipaðir í raðfylgju eftir, hvussu stórt trúvirði danir halda, at teir hava. Bólkarnir hava størst trúvirði, sum gera tænastur fyri vælferðasamfelagið hjá okkum dønum. Tað eru tey, sum vit hava hitt andlit til andlits, og sum hava hjálpt okkum, og serliga í sambandi við sjúkur, sigur hann. Læknar og advokatar kunnu missa rættin at arbeiða, um teir gera nakað galið ella ikki halda etisku reglurnar. Tað vil siga, at nakrir stovnar gera, at tey hava eitt rímiliga høgt trúvirði, sigur hann. Hetta er níggjundu ferð, at felagið ger slíka kanning, og hvørja ferð hava poltikarar ligið í botninum. Okkurt árið lógu spindoktarar lægri, men teir eru ikki við í kanningini longur. Embætisfólk kunnu til døma tosa skilligari, meðan journalistar og politikarar skulu læra seg at viðganga, tá teir hava tikið skeiva avgerð, skrivar danska tv2. Hóast almennir stovnar væl vita, at tá keypt verður fyri meira enn 50.000 krónur , eiga stovnarnir at biðja um tilboð frá í minsta lagi tveimum seljarum á Keypsportalinum, og keyp fyri yvir 500.000 krónur skulu bjóðast út alment, verður tað verri enn so altíð gjørt. Fíggjarmálaráðið og Gjaldstovan arbeiða fyri, at Keypsportalurin verður brúktur og eisini dagførdur, millum annað, hvørji undantøkini eru. Tað eru evnaríkir skjúttar í Føroyum, sum kunnu gerast heilt góðir við miðvísari venjing, sigur heimsmeistarin, sum heilt vist ætlar sær aftur til Føroya at skjóta. Av trúgv eina Martin Luther leitaði eftir einum náðigum Guði og fann Hann. Martin Luther var ein úrmælingur. Hann var ein klókur og djarvur maður. Hann stríddist við iva, hvussu og hvar kundi hann finna ein náðugan Guð. Orðini í Rómverjarabrævinum sannførdi hann um ein góðan Guð, sum menniskjan kemur í samband við. Ikki gjøgnum gerningar ella offur, fyri at blíðka Guð, men við tómum hondum, so sum tú ert. Lektari í kirkjusøgu, Jákup Reinert Hansen, sigur frá. Hetta er fyrra sending um Martin Luther. Magni Mohr, lektari í heilsuvísindum á Fróðskaparsetur Føroya, er verkætlanarleiðari í stórari granskingarverkætlan, sum hevur til endamáls at greina kropsligu arbeiðskrøvini í úrvalsíshokki. Í morgunsendingini greiddi Magni Mohr millum annað frá, hví tað júst eru professionellir íshokkispælarar, sum eru við í kanningini. Av trúgv eina 2 2 Augustinaramunkurin, Martin Luther, var plágaður av iva, tí hann leitaði eftir náðugum Guði, sum hann umsíðir fann. Martin Luther var ein úrmælingur. Hann var ein klókur og djarvur maður. Hann stríddist við iva, hvussu og hvar kundi hann finna ein náðugan Guð. Orðini í Rómverjarabrævinum sannførdi hann um ein góðan Guð, sum menniskjan kemur í samband við. Ikki gjøgnum gerningar ella offur, fyri at blíðka ella tekkjast Guði, men við tómum hondum, so sum tú ert. Lektari í kirkjusøgu, Jákup Reinert Hansen, sigur frá. Hetta er seinna sending um Martin Luther. Tá vistu vit ikki heilt, hvat vit fóru inn til, men nú vita vit, hvussu tað er og hava eisini fingið fleiri royndir, og tað, haldi eg, er ein fyrimunur í sambandi við dystin í kvøld, sigur Olga Kristina Hansen, landsliðsleikari. Kekkia er eitt gott lið, tað eru størir og høgir leikarar, og so hava tær góðan tekniskan førleika, sigur høvuðsvenjarin, Pætur Clementsen. Leitingin eftir glastrevjabátinum Mars, sum sakk eftir samanstoyt við farmaskipið Mykines í Skopunarfirði hósnáttina 31.august, gav heldur einki úrslit í gjár. Streymloysi verður í Skopunarfirði 28.september. Møguliga verður leitað tá, tað veldst millum annað um veðrið, sigur Sjóbjargingarstøðin. 1.september samtrolaðu Stelkur og Vesturtúgvan eftir Mars. Teir høvdu fatur í bátinum, tí olja kom upp, men teir fingu ikki bátin í trolið. Síðani í summar hevur Magni Arge bæði havt sæti á fólkatingi og í løgtinginum. Hetta er brot á samtyktirnar hjá flokkinum, sum samtykti upp undir fólkatingsvalið í 2015, at eitt tjóðveldisumboð ikki fór at at sita á bæði løgtingi og fólkatingi í senn, men at skiftast kundi ímillum við farloyvi, um talan var um løgtingsvald umboð. Tjóðveldi hevur í dag sent fráboðan út, um at Høgni Hoydal sigur fólkatingssessin frá sær, so Magni Arge kann fara í farloyvi og taka sæti í løgtinginum, tá hann vil tað. Magni Arge kann sum varamaður fyri Høgna Hoydal ikki fara í farloyvi fleiri ferðir, og tí hevur Magni Arge ikki kunna tikið sæti í løgtinginum, tá hann hevur vilja tað. Henda støðan, at flokkurin brýtir egnu reglur er sera óheppin fyri flokkin, og skal fáast í rætt lag í samsvari við tað, ið vit hava samtykt og boðað frá skrivar Høgni Hoydal í tíðindaskrivi til miðlarnar í dag. Tí hevur hevur hann gjørt av at boða Fólkatinginum frá, at hann tekur ikki aftur við fólkatingssessinum í hesum valskeiði, skrivar Høgni Hoydal. Við hesi loysn fái eg framt tað, at vit halda okkara samtyktir um, at sami persónur ongantíð situr í tveimum sessum í senn, og at farloyvi skal takast úr øðrum tinginum. Eg eri komin til ta niðurstøðu, at henda loysnin er tann besta fyri flokkin, soleiðis at ongi nýggj ivamál og støður taka seg upp í sambandi við okkara ynski og samtyktir um at røkja teir álitissessir til fulnar, ið vit hava fingið frá veljarunum. Havi sjálvsagt umhugsað støðuna gjølla. Eg og flokkurin fingu jú stóra undirtøku á fólkatingsvalinum, sum eg eri sera takksamur fyri. Tó hevur tað leingi staðið greitt, at av tí, at eg eri landsstýrismaður, floksformaður og ein av samgonguleiðarunum, brúki eg alla orku í Føroyum við teimum stóru politisku málum, ið eru fyri framman, og fari ikki at røkja fólkatingssessin, sigur Høgni Hoydal í fráboðan til miðlarnar í dag. Harafturat eru tveir stórir eldsbrunar, sum gera, at avlopið hjá tryggingini er bara 400.000 krónur fyrra hálvárið. Tað var 14,4 milliónir , krónur í fyrru helvt av 2016. Thor keypti 1.700 tons av sild á opnu uppboðssøluni týsdagin. Felagið hevur ligið framvið fyrr í ár, men boðið var ikki nóg høgt. Felagið keypti uppsjóvarskipið Hoyvík í januar, sum skal fiska keyptu kvotuna. Thor keypti sildina fyri 1,54 krónur fyri kilo men tað er ikki eitt gott keyp, sigur reiðarin, Hans Andrias Kelduberg Fendararnir, sum verja skipið fyri stoyti, eru eisini skiftir. Tað verða teir á hvørjum ári, sigur Jóan Petur Arbrahamsen, tekniskur leiðari á Strandferðsluni. Vælkomin á síðuna við uppskriftum úr Morsa. Kokkurin Janus Einar Sørensen hjálpir okkum her við alskyns góðum uppskriftum, sum børn kunnu gera onkuntíð saman við vaksnum, men eisini onkuntíð sjálvi. Tað er stuttligt at gera sjónvarp, men tað er ikki altíð lætt, so Jákup og hini máttu ofta taka upp umaftur, tí okkurt gekk galið, og tað er so stuttligt at síggja Tað var jóladag í fjør, at størri kupilin á Sornfelli, sum hýsir radaranum hjá Naviair, hoknaði undan nógva vindinum, og radarin fekk skaða. Hinar eru Støðlafjall, Hesturin í Suðuroynni, støðin norðarlaga í Kalsoynni, Hálsurin eystan fyri Klaksvík, Eiðiskollur, Mykines og støðin í Fugloy. Í staðin fyri at finna ein annan varamann fyri Høgna Hoydal í Fólkatingið, hevur Høgni Hoydal boðað frá, at hann sigur fólkatingssessin frá sær, so Magni Arge ikki er varamaður longur. Hetta er brot á vallyftið, sum flokkurin gav í 2015, og samtyktina hjá flokkinum um, at eitt tjóðveldisumboð fór ikki at at sita bæði á løgtingi og fólkatingi í senn, men at skiftast kundi ímillum við farloyvi, um talan var um løgtingsvald umboð. Skapandi lærugreinarnar verða ikki raðfestar av myndugleikunum, og tí eru tilboðini av vallærugreinum til næmingar í 8 og 9 flokki sera ymisk, alt eftir, hvørjum skúla næmingurin gongur á. Orsøkin er, at eingin serstøk játtan er til skapandi lærugreinarnar, og tað er ein trupulleiki, heldur Hans Jón Thomsen, skúlastjóri í Hoyvíkar skúla. Seld vórðu 9.000 tons av norðhavssild fyri 10,8 milliónir krónur og 9.000 tons av svartkjafti fyri góðar 2 milliónir krónur Tilsamans gav sølan í dag slakar 13 milliónir krónur Fimm skip keyptu norðhavssildina Borgarin 3.000 tons, Hoyvík 2.600 tons, Næraberg 1.500 tons, Norðingur 1.500 tons og Fagraberg 400 tons. Fimm skip keyptu eisini svartkjaftin Borgarin 2.500 tons, Jupiter 2.000 tons, Tummas T 2.000 tons, Norðingur 1.500 tons og Næraberg 1.000 tons. Umboðið hjá Tjóðveldi í fíggjarnevndini, Pauli Trond Petersen, tekur ikki undir við uppskotinum frá Pálli á Reynatúgvu, løgtingsformanni, um eina millión krónur í eykajáttan til kanningarstjóra at kanna Høgna Hoydal, landsstýrismann, og Aksel V. Johannesen, løgmann. Longu tá málið var til fyrstu viðgerð í tinginum 16. august, boðaði Pauli Trond Petersen frá, at hann tók ikki undir við uppskotinum, tí peningurin hevði farið betur til onnur endamál. Páll á Reynatúgvu hevur sett Kristinu Samuelsen, advokat, at kanna leiklutin hjá Høgna Hoydal í málinum at flyta veiðiloyvi og hjá løgmanni, sum hevur eftirlit við landsstýrisfólkunum. Løgtingsformaðurin sigur í viðmerkingunum til umbønina, at tað er ikki greitt, hvussu nógv kanningin fer at kosta, men mett verður, at upphæddin, sum biðið verður um, røkkur til tann partin av kanningini, sum verður gjørdur í ár. Eyðkendi Bónus bygningurin er ein stórur, svartur, fýrkantaður bygningur uttan vindeygu og við eyðkenda, ljósareyða grísinum á. Tað er fallið summum fyri bróstið, at ein slíkur bygningur skal standa undir liðini á arkitektonisku perluni fyri 636 milliónir krónur. Sambært Bjarke Ingels, sum hevur teknað Glasir, so hevur landslagið rundan um Glasir avgerðandi týdning fyri visuella dramatikkin, sum bygningurin hevur. Hóast hetta, so kemur ein Bónushandil við innkoyringina til Glasir. Mayfinn Norðoy, sum hevur teknað Bónushandilin, sigur, at hann hevur tikið atlit at umhvørvinum, og tískil verður hesin Bónushandilin øðrvísi enn hinir. Í serstøku byggisamtyktini fyri økið stendur, at kommunan kann seta krøv til útsjóndina av bygningum í økinum, men tað hevur ikki verið neyðugt, sambært Mayfinni Norðoy, tí verkætlanin sjálv tók atlit at umhvørvinum og økinum, sum bygningurin skal vera í. Føroyski uppsjóvarflotin fiskar fyri eina milliard krónur meira nú, enn hann gjørdi fyri 10 árum síðani. Tí áttu fleiri feløg og skip at fingið lut í fiskiskapinum. Tað sigur Hans Andrias Kelduberg, stjóri í Thor. Thor keypti týsdagin 2.600 tons av svartkjafti fyri 23 oyru fyri kg, og tað er ov dýrt, sigur stjórin Útlitini fyri semju millum stóru andstøðuflokkarnar og samgonguna eru framvegis vánalig, hóast broytingar eru gjørdar í uppskotinum um fiskivinnunýskipan. Millum annað skal útlendski ognarskapurin framvegis úr fiskivinnuni, men freistin er longd, evsta markið fyri, hvussu nógv eitt reiðarí kann eiga av samlaðu fiskirættindunum eru framvegis 17,5 prosent, men fyri uppsjóvarfisk, og botnfisk í Føroyum og á fjarðleiðum, er markið hækkað úr 20 upp í 35 prosent og menningarkvoturnar eru hækkaðar úr fimm upp í sjey prosent. Broytingarnar koma fyrst og fremst úr Vinnunevndini, og eftir ólavsøku hevur samgongan gjørt neyðugar ískoytisbroytingar, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður, sum tó heldur fast um, at talan er um sama uppskot, sum varð lagt fram fyrr í ár. ST trygdarráðið er kallað saman til snarfundar í dag at viðgera støðuna, eftir at Norðurkorea aftur í gjár royndarskeyt eina rakett yvir Japan. Sambært japanskum og suðurkoreanskum myndugleikum varð rakettin skotin úr Sunan landspartinum í Norðurkorea, har høvuðsstaðurin Pyongyang er. Bæði Japan og Suðurkorea fordøma norðurkoreansku rakettskjótingina, og suðurkoreanski forsetin hevur kallað saman til snarfund í landsins trygdarráði. Amerikanski uttanríkisráðharrim Rex Tillerson, sigur, at bæði Russland og Kina eiga at gera vart við seg, nú Norðurkorea aftur hevur skotið eina rakett. Kina letur meginpartin av oljuni, sum Norðurkorea brúkar, og Russland er tað landið, har flestu norðurkoreanarar arbeiða, sigur hann. ST trygdarráðið samtykti fyrr í vikuni at seta fleiri tiltøk í verk móti Norðurkorea, eftir at landið royndarskeyt eina rakett 3. september. Óttarr Propp , formaður í Bjartari framtíð og heilsumálaráðharri, hoyrdi í fjølmiðlunum, at Sigriður Á. Andersen, løgmálaráðharri, hevði sagt við Bjarna Benediktsson, forsætisráðharra, at pápi hansara, pápi forsætisráðharran, hevði skrivað undir eitt bræv, har sum viðmælt varð, at ein maður, sum er dømdur fyri at gera seg kynsliga inn á barn, verður reinsaður. Ein møguleiki er, at Bjarni Benediktsson fær onkran annan flokk upp í stjórnina, ella at ein minnilutastjórn hjá Sjálvstæðisflokkinum og Viðreisn heldur fram, við stuðli frá onkrum flokki í altinginum. Men teir pengarnar røkka bara til ávísar dagføringar, sigur Henrik Old, landsstýrismaður, sum hevur svarað Annitu á Fríðriksmørk, løgtingskvinnu, sum spurdi um Selatraðarvegin. Sambært samferðsluætlanini fyri 2012 til 2024 og í tilmæli frá Landsverki verður mælt til at breiðka vegin til ein smalan tvíbreytaðan veg í støðum, og annars at gera góð víkipláss. Á fundi í farnu viku millum landsstýrismannin, Landsverk og Sjóvar kommunu um ferðsluviðurskiftini í Sjóvar kommunu var semja um at finna eina munagóða loysn á Selatraðarvegnum, svarar Henrik Old. Martin Gravesen, varafúti, sigur, at ákærduvaldið góðtekur dómin hjá Føroya rætti og fer tí ikki í Landsrættin at royna málið har. Skipað verður fyri serligum hugnaløtum einaferð um mánaðin, umframt alt annað, sum er í húsinum hjá teimum. Minst einaferð um árið verður farið uttanlands, serliga Norðurlondini verða vitjað, men tað verður eisini ferðast til suðurlond, sigur Laura Olsen, forkvinna í felagnum, við Morgunsendingina. Hesaferð vil Varðin vil hava bindandi svar frá TAKS um, at eigararnir av Varðanum hava rætt til at draga 890 milliónir frá í skatti, um teir selja partabrøvini í felagnum. Tað er nevniliga soleiðis, at sambært lógini um kapitalvinningsskat kunnu ávís feløg selja síni partabrøv eina ferð skattafrítt, sambært einari vinningsáseting síðsta dag í 2006. Tað var hetta, sum eigararnir av Varðanum søgdu seg hava gjørt í 2005, men sum av hægsta rætti var dømt at vera fjalt vinningsbýti og ikki ein veruligur handil. Men tá Hægsti rættur hevur felt hendan dómin, so vilja eigararnir av Varðanum vera við, at teir enn hava rættin at selja partabrøvini skattafrítt. Tí kann nýggja málið millum TAKS og Varðan í stóran mun fara at snúgva seg um virði á rættindunum, sum Varðin hevur fingið frá landinum. Tí tað er meginparturin av frádráttinum, sum eigararnir av Varðanum vilja hava rætt at draga frá. Í Føroya Rætti í dag legði grannskoðarin hjá Varðanum fram eina virðisáseting, gjørda aftur í tíð, og sambært hesari var Varðin verdur heili 890 milliónir krónur við árslok 2006. Eginpeningurin felagnum var tó bert 140 milliónir um hetta mundið. Men grannskoðarin hevði eisini tikið við virðini á veiðirættindunum, sum Varðin ræður á, sum grannskoðarin metur høvdu eitt virði væl omanfyri eina hálva milliard krónur. Tað vil við øðrum orðum siga, at grannskoðarin hjá Varðanum viðgongur, at reiðaríið hevur í fyrsta lagið fingið eitt virðismikið aktiv frá landinum ókeypis. Men í øðrum lagi vil reiðaríið draga júst somu loyvir frá, soleiðis at tey ikki eru ókeypis longur, men nú gerast sera dýr fyri landskassan. Í innslagnum um rættarfundin millum reiðaríið Varðin og TAKS í Degi og viku í gjárkvøldið vóru tvey árstøl skeivt endurgivin. Av misgávum komu vit at siga 2015, tá rætta árstalið var 2005 og 2016, tá rætta árstalið var 2006. Haldið okkum til góðar. Í morgunsendingini greiddi Ingilín Strøm frá verkætlanini Býarfesti, og hvat hon sjálv hevur fingið burturúr at verið býarbóndi seinastu mánaðirnar. Í morgunsendignini hugleiddi Hallbera West um fólkaræði í Føroyum, Hon er stjórnmálafrøðingur og hevur arbeitt nógv við fólkaræði sum evni. Her í Føroyum hava vit hugt nógv eftir skandinavisku londunum og hava tí sterk árin av tí, sigur Hallbera West, sum heldur, at fólkaræðið hevur tað gott í Føroyum Fyrsta lógaruppskotið til lóg um fyristinging av sjófeingi fiskivinnunýskipanin varð lagt fyri tingið 22. mai 2017. Lógaruppskotið fór síðani í Vinnunevndina, sum legði álit fram 3. juli 2017. Ásett er í nýggja lógaruppskotinum, at allur heimaflotin skal virkar undir fiskidagaskipanini næsta ár, og at fiskidagar verða ásettir fyri alt 2018 til ymsu veiðibólkarnar. Skotið verður somuleiðis upp, at fara til kvotuskipan fyri fiskiskap eftir botnfiski í føroyskum sjógvi fyri línu og trolfiskiskap frá 2019. Fiskidagar Føroyar hava havt eina fiskidagaskipan síðan 1. januar 1997. Undir skipanini fær eitt skip tillutað eitt ávíst tal av fiskidøgum fyri fiskiárið. Ein fiskidagur er ein dagur, har skipið er í fiskiskapi. Skipið kann fiska óavmarkaða nøgd og ymisk sløg av fiski. Tíðarkarmurin er einasta avmarkingin. Fiskidagar kunnu hava ymiska longd, alt eftir reiðskapinum, skipaslagnum og hvar fiskað verður. Til dømis kunnu tríggir vanligir dagar telja sum ein fiskidagur, um fiskað verður langt frá landi. Kvotur Føroyski heimaflotin virkaði eftir eini kvotaskipan frá 1994 til 1996. Ein kvota er ein avmarking, sum gevur skipum loyvi at fiska eitt ávíst tal av tonsum. Avmarkingin er fyri hvørt fiskaslag. Vinnan heldur sum heild, at kvotaskipanin er stirvin, tí hon ikki leggur upp fyri blandingsfiskiskapi. Tað vil siga, tá ið nógv ymisk fiskasløg eru í trolinum. Ásetingar um útlendskan ognarlut Nýggja lógaruppskotið 6 ára skiftistíð ein seks ára skipan verður ásett fyri útlendskan ognarskap at minkast burtur. Tað merkir, at um 6 ár skal eingin útlendskur ognarskapur vera í føroysku fiskivinninuni. Og at øll skip, ið fiska av føroyskum veiðirættindum, skulu verða skrásett í føroysku skipaskrásetingini og lúka treytirnar um føroyskan ognarskap. Í mun til Hoyvíkssáttmálan verða linari treytir tó settar til skiftistíðina, soleiðis at møguligt verður at samráðast um broytingar í sáttmálanum. Feløg, ið virka undir Hoyvíkssáttmálanum, fáa sostatt eina skitistíð uppá 7 ár. Tað merkir, at íslendskar fyritøkur ella persónar, ið føroysku fiskivinnuni, hava aðrar treytir enn aðrir útlendingar í føroysku fiskivinnuni. Áðrenn eitt skip sleppur at fiska, skal tað hava veiðiloyvi. Undir verandi skipan kann veiðiloyvi fáast við at søkja um tað hjá Fiskimálaráðnum. Eitt veiðiloyvi er tengt at einum ávísum skipi, og loyvini eru umsetilig, sum merkir, at tað ber til, hjá einum reiðaríi at keypa skip við veiðiloyvi frá øðrum reiðaríi. Eitt skip við veiðiloyvi hevur nógv størri virði, enn eitt skip uttan veiðiloyvi. Undir verandi skipan høvdu loyvini uppsagnarfreist á 10 ár til tey vóru uppsøgd í 2007. Ein høvuðsorsøk til at loyvini vóru uppsøgd, var, at ávís reiðarí, sum høvdu fingið veiðiloyvi ókeypis frá landinum, høvdu selt skip við loyvi víðari við stórum vinningi. Skipanin við útbjóðing av veiðirættindum 15 Ásett varð einans at bjóða 25 av heildarkvotuni av ymsum fiskasløgunum út sum sølukvota, og at tann nøgdin, sum fór upp um heildarkvotuna í 2018, skuldi vera boðin út á uppboði sum uppboðsárskvota. Vinnunevndin mælti í sínum áliti til at áseta tonsatøl inn í paragraff 15 fyri 2018, so til bar at fáa eit yvirlit yvir, umleið hvussu nógv kann fiskast, og hvussu nógv skal seljast á uppboðssølu. 1 350.000 tons av svartkjafti. 2 100.000 tons av makreli. 3 70.000 tons av norðhavssild. 4 30.000 tons av botnfiski í Barentshavinum. 5 3.100 tons av toski á Flemish Cap. 6 1.900 tons av botnfiski í Eysturgrønlandi. Heildarkvota Heildarkvotan er tann nøgd av livandi sjófeingi fiski , í tonsum, sum persónur ella felag, hevur rættindi at veiða av í kvotuskipan í einum fiskiári. Kvotubýtið við onnur lond og kvota, ið er sett av til hjáveiðu, rannsóknir, royndarfiskiskap og menningarætlanir, verða ikki roknaðar upp í heildarkvotu. Sølukvota Nøgd av heildarkvotu, sum er boðin út á uppboði. Sølukvota verður latin keypara sum stutttíðar rættindi fyri eitt fiskiár í senn, miðallong rættindi fyri trý fiskiár í senn ella langtíðar rættindi fyri átta fiskiár í senn. Rættindi, latin sum sølukvota, verða altíð boðin út aftur árið eftir, at tey ganga út. Uppboðsárskvota Nøgd av heildarkvotu, ið verður boðin út, men ikki er sølukvota. Uppboðsárskvota verður latin sum stutttíðar rættindi fyri eitt fiskiár í senn. Antitrust 35 er markið fyri, hvussu stóran part av rættindunum at fiska tey ymsu fiskasløgunum ein persónur ella ein fyritøka kann hava ræði á. Anti trust reglur skulu forða fyri, at einstøk reiðarí fáa ræði á so nógvum veiðirættindum, at tað gongur út yvir kappingina á marknaðinum ella at vinnan kann ávirka politisku skipanina. Menningarkvotur Í gamla lógaruppskotinum stóð, at skipari og manning á fiskifari undir føroyskum flaggi, sum fiskar av føroyskum veiðirættindum, skulu lønast samsvarandi sáttmálum við føroysk manningarfeløg. I nýggja lógaruppskotinum stendur, eins og í tí gamla uppskotinum, at skipari og manning á fiskifari undir føroyskum flaggi, sum fiskar av føroyskum veiðirættindum, skulu lønast samsvarandi sáttmálum við føroysk manningarfeløg. Men í nýggju lógini er lagt aftrat, at landsstýrismaðurin kann áseta nærri treytir um, at skipari og manning á fiskifari undir føroyskum flaggi, sum fiskar av føroyskum veiðirættindum, og manning á móttøkuskipi undir føroyskum flaggi, sum tekur ímóti fiski, skulu hava arbeiðsloyvi og uppihaldsloyvi í Føroyum. Hetta stóð ikki í gomlu lógini. Í minsta lagi 20 av allari veiðu hjá føroyskum fiskifari, roknað fyri fiskaslag, skal bjóðast út um góðkenda uppboðssølu í Føroyum. Í minsta lagi 25 av allari veiðu hjá føroyskum fiskifari skulu bjóðast út um góðkenda uppboðssølu í Føroyum. Í nýggja lógaruppskotinum er lagt aftrat, at rættindum keypt á uppboðssølu, sambært paragraf 14 18 eru undantikin hesi treyt. Ein onnur broyting viðvíkjandi uppboðssøluni av veiddum fiski er, at tað nú stendur, at landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um, hvørji fiskasløg ella fiskaúrdráttir, eru fevnd av kravinum sambært stykki 1. Í gamla lógaruppskotinum stóð, at landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um, hvørji fiskasløg ella fiskaúrdráttir eru undantikin kravinum um at bjóða út á uppboðssølu. Fiskimálaráðið skrivar á heimasíðuni, at hartil eru ymsar nágreiningar gjørdar eitt nú í mun til krøv um um arbeiðs og uppihaldsloyvi hjá manningum, útbjóðing av veiddum fiski og kvotuskipan fyri heimaflotan frá 2019. Í Íslandi er stjórnarkreppa. Flokkurin Bjørt framtíð tók seg úr stjórnini í gjár, og nú eru bara Sjálvstæðisflokkurin og Viðreisn eftir. Kreppan er komin í, tí formaðurin í Bjartari framtíð, Óttarr Propp kann ikki góðtaka, at pápi Bjarna Benediktsson, forsætisráðharra, hevur skrivað undir eitt bræv, sum viðmælir, at ein maður, ið er dømdur fyri at gera seg kynsliga inn á børn, verður reinsaður. Tað er álitisbrot, at forsætisráðharrin ikki hevur boðað stjórnini frá hesum, áðrenn tað frættist í fjølmiðlunum, sigur Óttarr Propp við islendskar miðlar. Samstundis sum størri trýst enn nakrantíð er á uppsjóvarvirkinum Pelagos í Fuglafirði, eru viðurskiftini um brunatrygd enn ikki komin uppá pláss. Leivur Persson, stjóri á Arbeiðs og brunaeftirlitinum fer at senda skriv til Fuglafjarðar Kommunu, fyri at kanna fyribils loyvið. Nógvur makrelur er at fáa og við einum virki minni eftir eldsbrunan á Varðanum Pelagic í juni, hava tey úr at gera í Fuglafirði. Eini 700 tons um dagin verða virkað á virkinum, sambært Fríðin Ziskason framleiðsluleiðara. Men hóast eldurin á Tvøroyri júst gjørdi okkum varug við vandan við einum framleiðsluvirki mitt í bygdum øki, hevur virkið í Fuglafirði enn ikki fingið síni trygdarviðurskifti uppá pláss. Í juni í ár kom fram, at Pelagos í Fuglafirði ongantíð hevur fingið endaligu brunagóðkenningina. Borgarstjórin segði tá, at hetta skuldi koma uppá pláss, áðrenn vertíðin byrjaði, men enn eru viðurskiftini ikki í lagi. Leivur Persson, stjóri í Arbeiðs og brunaeftirlitinum sigur, at út frá einum trygdasjónarmiði, er støðan løgin, men ábyrgdin liggur hjá kommununi. Og kommunan hevur mett, at eitt fyribils loyvi er í lagi. Sambært lógini eigur arbeiðs og brunaeftirltið at hava rakstrareftirlit við einum virki sum Pelagos, men síðani Pelagos ikki hevur fingið endaligt nýtsluloyvi og endaliga brunagóðkenning, fær Arbeiðs og brunaeftirlitið ikki havt rakstrareftirlit. Leivur Persson sigur, at tey vita ikki, um trygdin er í lagi, tí tey kenna ikki til fortreytirnar fyri fyribils loyvinum. Og tí ætlar Arbeiðs og brunaeftirlit at senda eitt skriv til kommununa fyri at kanna, hvørjar fortreytirnar eru, og gera kommununa varuga við, at tey ikki fáa gjørt rakstrareftirlit, sum støðan er nú. Leivur Persson, nýggjur stjóri í Arbeiðs og brunaeftirlitinum, sigur, at framyvir verður brunaeftirlit á stórum virkjum raðfest, men uppsjóvarvirkið Pelagos í Fuglafirði er ein grá sona, tí Arbeiðs og brunaeftirlitið sleppur ikki framat at hava rakstrareftirlit. Hóast rakstrareftirlitið er teirra ábyrgd, so skjótt eitt virkið fer í gongd, er tað ikki tað í hesum føri, tí endaligt nýtsluloyvi og harvið endalig brunagóðkenning er ikki fingin. Virkið koyrir við einum fyribils nýtsluloyvi frá Fulafjarðar Kommunu. Leivur Persson sigur, at tað plagar vera ein greið tilgongd, har kommunan hevur ábyrgd av eftirlitsvitjanum, meðan eitt virki verður bygt, og síðani skal kommunan tryggja sær, at virkið hevur fylgt byggiloyvunum, tá tað er liðugt bygt, fyri at geva virkinum nýtsluloyvi og brunagóðkenning. Tá tekur arbeiðs og brunaeftirlitið yvir og hevur rakstrareftirlit, men í hesum føri hevur kommunan tann leiklutin, tí endaliga loyvi er ikki givið. Leivur Persson sigur tað vera merkiligt, tí tað er umvend raðfylgja. Hvørt vikuskifti verður hópin av ruski blakað í havnar gøtur. Hetta sær bæði ljótt út og kostar kommununi nógvar pengar. Vikuskiftissendingin hevur loddað dýpið um rusktrupulleikan hjá býarins myndugleika. Hoyr innslagið her Magni Arge kann nú skifta millum fólkatings og løgtingsarbeiði, tí hann er ikki longur varamaður hjá Høgna Hoydal. Tað var ein samdur tingbólkur, sum tók avgerðina, sigur Magni Arge, fólkatingsmaður fyri Tjóðveldi. Magni Arge hevur seinastu tríggjar mánaðirnar sitið sum fólkatingsmaður og løgtingsmaður samstundis eitt beinleiðis brot á vallyftið hjá Tjóðveldi um, at Tjóðveldisfólk ikki hava dubultsessir. Og í gjár kom Tjóðveldi loksins við eini loysn uppá dubultmandatið hjá Magna Arge. Tað varð mett, at hetta var besta loysnin uppá trupulleikan, sigur fólkatingsmaðurin. Hoyr samrøðuna við Magna Arge her Orsøkin er, at flokkurin Bjørt framtíð tók seg úr stjórnini í gjár og eftir hetta vóru bara Sjálvstæðisflokkurin og Viðreisn eftir í samgonguni. Kreppan er komin í , tí formaðurin í Bjartari framtíð, Óttarr Propp kann ikki góðtaka, at pápi Bjarna Benediktsson, forsætisráðharra, hevur skrivað undir eitt bræv, sum viðmælir, at ein maður, ið er dømdur fyri at gera seg kynsliga inn á barn, verður reinsaður. Tað er álitisbrot, at forsætisráðharrin ikki hevur boðað stjórnini frá hesum, áðrenn tað frættist í fjølmiðlunum, sigur Óttarr Propp við islendskar miðlar. Sambært bæði umhvørvislóg og politiviðtøkum fyri Tórshavnar Kommunu er tað revsivert at blaka rusk á vegin. Tað sigur Jan Fossaberg, løgreglumaður, sum mangan hevur verið á morgunvalt um vikuskiftið, har hann hevur sæð, hvussu ófantaligur býurin sær út. Hoyr innslagið her Dagførda uppskotið hjá samgonguni um fiskivinnunýskipan ger upp við útlutingina av fiskirættindum, sum vit hava sæð síðan 1994. Búskaparliga er talan um eina stórhending, hóast tað í praksis ikki verður lætt hjá nýggjum aktørum at fáa atgongd til vinnuna í fyrstani. Tað heldur Hermann Oskarsson, búskaparfrøðingur. Føroyska kappingarførið hevur tikið risalop framá, men politiskur óstabilitetur, vantandi fígging og vantandi nýskapan kunnu forða fyri framhaldandi menning. Landbúnaðarserfrøðingurin vísti á, at í dag verða millum 400 og 500 kálvar dripnir, heldur enn góddir upp, tí tað loysir seg ikki fíggjarliga at hava teir gangandi. Myndugleikar, mjólkaframleiðarar, sláturhús, matstovuvinnan og onnur við mugu í felag gera eina ætlan fyri, hvussu føroyskt, hágóðsku kálvakjøt kann fáast burturúr, ljóðaðu ráðini frá Mads Randbøll Wolff í greiningini av føroyska landbúnaðinum í fjørsummar. Ein av diplomatunum sigur við AP tíðindastovuna, at tá hann gisti á einum hotelli, hoyrdi hann skav í ávísum pørtum av kamarinum, men ikki í øðrum pørtum. Serfrøðingar siga, at skavið sum diplomaturin hoyrdi, ikki kann ávirka heilan, og tí eru amerikanskir serfrøðingar farnir at kanna, hvat kann vera hent, men teir siga seg higartil ikki hava fingið stórvegis burturúr kanningunum. USA vísti tveimum kubanskum diplomatum úr landinum í mai, sum mótmæli ímóti, at Kuba ikki vardi starvsfólkini á amerikansku sendistovuni í Havana nóg væl. Amerikanska samveldisløgreglan, FBI, sigur, at tað kunnu vera kubansku myndugleikarnir, kubanski herurin, ella okkurt annað land, eitt nú Rusland, sum hava ábyrgdina av sjúku diplomatunum. Meðan vinnan í norðurlendsku grannalondunum metir skattastigið, skattareglur og forðandi reglur á arbeiðsmarknaðinum at vera størstu forðingarnar fyri vinnuligari framgongd, so er politiski óstabiliteturin størsta forðingin fyri vinnuligari framgongd í Føroyum. Felagið spurdi 92 føroyskar fyritøkur við fleiri enn 20 starvsfólkum, og harumframt byggir kanningin á hagtøl frá Hagstovuni og Taks. Svarið er politiskur óstabilitetur, tung almenn umsiting og landsstýris óstabilitetur. Síðani koma atgongd til fígging og at ov látil orka verður brúkt til nýskapan. Arbeiðsgevarar í hinum norðurlondunum gera líknandi kanningar, og teirra úrslit eru tikin við í nýggju kanningina hjá Føroy Arbeiðsgevarafelag. Í Íslandi metir vinnan avmarkingar á útlendskt gjaldoyra at vera størstu forðingina, og í Finlandi eru forðandi reglur á arbeiðsmarknaðinum størsta forðingin fyri vinnuligari framgongd. Politiskur óstabilitetur og tung almenn fyrisiting sum eru høvuðs forðingarnar hjá føroysku vinnuni eru antin á fjórða ella fimtaplássi í hinum Norðurlondunum. Hugsast kann, at knappligar lógarbroytingar og vantandi politiskar langtíðarsemjur eru millum orsøkirnar til, at vinnan metir politiskan og landsstýris óstabilitet vera størstu forðingarnar. Karmarnir kring fiskivinnuna hav averið óvissir seinastu mongu árini, og politiskar útsagnir um útlendskan kapital eru mótsigandi, sigur Arbeiðsgevarafelagið og nevnir sum dømi, at í fiskivinnuni skal útlendskur kapitalur út, men í alivinnuni er útlendskur kapitalur partvís vælkomin. Sambært kanningini er føroyska kappingarføri munandi styrkt síðstu árini Føroyar eru nummar 38 á listanum yvir øll heimsins lond. Í 2009 vóru vit nummar 79. Ari og beiggin Jóni royna at fáa hendur á telduspælinum Kepler62. Tað ganga søgur um tey fáu, sum hava klárað spælið, at tey verða tikin av einum loyniligum felagsskapi, og at tey skulu ferðast til eina ókenda gongustjørnu. Timp Parvela hevur skrivað og Jákup Sørensen týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2017. Elin á Rógvi sigur frá og leggur til rættis. Gunnar Nolsøe er vaktarmaður, Brandur Kalsberg er Ari, Brandur Debes Dánialsson er Jóni, Jóna Dalsgarð er maskina, Victoria Martha Hansen er Kumar lækni, Fríðunn Bolstad Mortensen er genta, Filip Lava Bárðason er drongur, Rebekka Manuela Behrens er mamma, Brynhild Thomsen er tíðindarødd, Kári Sólstein, Ingi Rasmussen, Páll Danielsen og Eyðvardur Mohr Iversen eru gráir menn. Høgni Fagraberg hevur lagt tónleikin til rættis og hevur sett útvarpsleikin saman. Tað er eitt av greiðu tilmælunum í frágreiðingini, sum danski landbúnaðarserfrøðingurin, Mads Randbøll Wolff, læt úr hondum í fjørsummar. Sambært Neil Basu, løgregluovasta í Metropolitan Police í London, vil handtøkan væntandi geva løgregluni nógv at arbeiða við. Bretska løgreglan vil ikki geva nakrar upplýsingar um 18 ára gamla mannin, meðan kanningararbeiðið fer fram. Í gjárkvøldi boðaði bretski forsætisráðharrin, Theresa May, frá, at landið hevur økt tilbúgvingarstigið frá álvarsamt til kritiskt. Tilbúgvingarstigið kritiskt er at rokna sum hægsta tilbúgving og tað merkir vanliga, at myndugleikarnir óttast eina yvirgangsatsókn. Sambært heystfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum vóru lønargjaldingarnar í landsfyrisitingini 162 milliónir krónur, fyrra hálvár í ár. Til samanberingar vóru lønargjaldingarnar í landsfyrisitingini 147 milliónir krónur fyrra hálvár í fjør og 136 milliónir fyrra hálvár í 2015. Jørgen Niclasen hevur hartar Kristinu Háfoss fyri ikki at duga at halda aftur í almennu lønargjaldingunum tvørturímóti gongur hennara aðalráð á odda við at økja um útreiðslurnar, sigur hann Jørgen Niclasen vísir her til fíggjarlógirnar fyri 2016 og 2017. Sambært teimum kostaði fyrisitingin í Fíggjarmálaráðnum 9,5 milliónir krónur í 2016, meðan hon kostar 11,5 milliónir krónur í 2017. Skrivarin hjá Fíggjarnevndini, Høgni Joensen, ger nevndina varuga við hetta, nú nevndin viðger uppskotið um eykajáttanarlóg fyri august. Hann sigur, at eftirkanningin hjá Løgtingsskrivstovuni vísti, at samsvar er ikki er millum fíggjarlógina, sum løgtingið samtykti, og sum løgmaður síðani lýsti, og fíggjarlógina, sum Fíggjarmálaráðið arbeiðir eftir. Talan varð tí um eina stóra hending í Kvívíkar kommunu, skrivar kommunan á heimasíðu síni, og var tað Albin Funn, sum er elsti maður á Válinum, sum skar tráðin til nýggja bátahylin. Á Tvøroyri var tann, sum breyt, sæddur á staðnum. Hann gjørdi ikki mætari enn at bjóða sær til at gjalda knústa bilrútin, sigur poltiið. Ein maður hevur í Føroya rætti fingið 40 daga treytaða fongsulsrevsing og 60 tíma, hálva aðru arbeiðsviku, ólønta samfelagstænastu fyri tríggjar ferðir í 2014 og 2015 at siga ósatt í Fútarættinum. Har segði hann seg einki eiga, sum tey, hann skyldaði pengar, kundu fara eftir, hóast hann átti eitt grundstykki, sum hann keypti á tvingsilsuppboði í 2007. Nú er avgjørt, hvussu tær 600.000 krónur , sum eru í fíggjarlógini í ár til átøk at basa ridluskriða og at gera fleiri blóðroyndir og kanningar av aliseyði, skulu brúkast. Og 350.000 krónur verða brúktar til ílegukanningar, blóðroyndir, um mótstøðuførið móti ridluskriða í útbroti í Streymoynni, Eysturoynni og Fugloynni. Ridluskriði er deyðilig seyðasjúka, sum er funnin í tíggju høgum í Streymoynni, einum haga í Eysturoynni, í allari Fugloynni, á nøkrum trøðum í Havn og á einari trøð í Streymnesi. Raðfestingin av stuðlinum, 350.000 krónur , til ílegukanningar í ár er tann, at hagar, har ridluskriði er, fáa rindað fyri tríggjar ferðir ásetta talið av brundseyði í haganum. Allir hagarnir í Fugloynni eru við her. Grannahagar til haga, har ridluskriði er staðfestur, fáa rindað fyri tvær ferðir ásetta talið av brundseyði í haganum, og tað sama fáa hagar í teimum markatalsbygdum, har ridluskriði er staðfestur. Búnaðarstovan ger ásetta talið av brundseyði í hvørjum haga upp eftir einum leisti, sum er almenna áseyðatalið í haganum býtt við 33. Tað er, um til dømis almenna áseyðatalið er 160, verða roknaðir fimm brundar. Tað er ikki vist, at lønargjaldingarnar í landsfyrisitingini eru øktar við 10,4 prosentum, ein partur av vøkstrinum kann eisini koma frá øðrum økjum í almenna geiranum. Ein lítil óvissa hevur altíð verið í hagtølunum, men hon er vaksin seinastu árini, og skal nú útgreinast, sigur Gilli Wardum, stjóri á Hagstovuni. Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum fannst í gjár at, at løninarútgjaldingarnar í landsfyrisitingini eru øktar við umleið 15 milliónum, svarandi til 10,4 prosent í mun til í fjør. Tað sæst í heystfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum. Kristina Háfoss landsstýriskvinna í Fíggjarmálum, vísti á, at talan neyvan er um ein so stóran lønarvøkstur í landsfyrisitingini, og hon hevur biðið Hagstovnu um at útgreina, hvat liggur í hasum tølunum. Hagstovan sigur, at ein partur av lutfalsliga stóra vøkstrinum í lønargjaldingunum til landsfyrisitingina, kann stava frá øðrum útgjaldingum, sum hoyra til onnur almen øki. Tá Hagstovan ger hagtøl av lønarútgjaldingum, so bólkar Hagstovan lønirnar í fýra høvuðsbólkar ella flokkar. Teir eru landsfyrisitingin, kommunur og ríkisstovnar, undirvísing og heilsu og almannaverk. Men tað er ein lítil partur av lønarútgjaldingunum, sum ikki nártúrliga kunnu bólkast í hesar flokkar. Hagstovan hevur valt at bólka hesar lønarútgjaldingar í hagtalsflokkin landsfyristingin , tí Gjaldsstovan er bólkað her, og tað er Gjaldsstovan, sum rindar út allar lønir. Hesar restlønarútgjaldingarnar, sum eru ringar at bólka hagtalsfrøðiligt, eru øktar seinastu árini. Tí hava tær eisini størri týdning, og neyðugt er tí at útgreina, hví ein vøkstur er farin fram, sigur Gilli Wardum, stjóri á Hagstovuni. Hann vísur á, at tey hagtølini sum Hagstovan ger, eru ikki líka nágreinilig, sum til dømis ein landsroknskapur. Men Hagstovan roynir altíð at gera tey so greið sum gjørligt, og tá tølini broytast soleiðis, sum tølini í landsfyrisitingini hava gjørt, so er neyðugt at útgreina, hví tey broytast, sigur Gilli Wardum, stjóri á Hagstovuni. Tað hevur verið ein stór uppliving, og heiðurslønirnar eru staðfestingar av, at arbeiðið, sum vit gera, er gott. Tað eggjar okkum at arbeiða víðari, sigur Jóhannes Andreasen, kórleiðari hjá Tarira. Tarira vann í gjár trý gullheiðursmerkir í altjóða kórkapping í Loret De Mar, nærindis Barcelona. Tarira luttók í fimm kappingum, og vann í kateogriunum hákirkjuligan sang, katalanskan fólkasang og í kapping, har kórini sungu eitt ávíst katalanskt kórverk. Talan er um eina altjóða kapping, og fjúrtan kór úr fleiri evropeiskum londum luttóku í kappingini. Talan var bæði um barnakór, ungdómskór, kvinnukór, mannfólkakór og blandað kór. Sambært kunngerð 28. mars í ár kundi søkjast um 46,76 tons av toski og 46,20 tons av brosmu. Um so er, at kvotan ikki er fiskað, so kann hon latast øðrum skipum at fiska. Evsta mark at søkja um loyvi at fiska restina av kvotuni var í síðstu viku, og bert eitt línuskip søkti um kvotuna, sigur Vørn. Kvotan varar til 31. desember. Talan um fýra ameirkanskar kvinnur, sum fyrrpartin í gjár vórðu álopnar á tokstøðini í Marseille. Sambært AP, er ein 41 ára gomul kvinna handtikin eftir álopið. Tær fýra kvinnurnar eru um 20 ára aldur, og skuldu fara við tokinum til Paris. Enn er óvist, hvussu stóran skaða tær hava fingið, men fleiri teirra fingu skaða í andlitið, og í hvussu er tvær kvinnur fingu viðgerð fyri skelk. Tað er ikki greitt, hví kvinnan framdi álopið, men kvinnan, sum er handtikin, hevur verið í viðgerð á sjúkrahúsi fyri sálarligar trupulleikar. Sambært løgreglukeldu, er einki, sum bendi á at hon vildi fremja yvirgang. Kvinnurnar vórðu ikki álopnar, tí tær vóru amerikanarar, men tí tær vóru í nánd av kvinnuni, upplýsi løgreglukeldan fyri AFP. Allar fýra kvinnurnar vóru seinni í gjár útskrivaðar frá sjúkrahúsinum. Talan er um djúpa lágtrýstið, Maria, sum nú hevur ment seg til ódn, og sum fer at herja í Karibia teir næstu dagarnar, skrivar Ritzau. Amerikanski veðurstovnurin upplýsir, at Maria í gjárkvøldið var einar 200 kilometrar í landnyðring úr Barbados, og at hon í morgin fer at raka oyggjarnar, Barbuda, Bretsku jomfrúoyggjarnar og Amerikansku jomfrúoyggjarnar. Vindferðin í eini ódn á triðja stigi er millum 50 og 58 metrar um sekundið, og verður tí mett sum vandamikil. Ávaring um illveður er send út fyri oyggjarnar, Barbados, St. Lucia, St. Martin, Antigua og Barbuda. Stórar sparingar og stórar skattahækkingar. Tað kann gerast úrslitið í Grønlandi, um landsstýrið ikki broytir búskapin. Tað er dómurin hjá grønlendska búskaparráðnum um framtíðina hjá Grønlandi. Verður ikki ein loysn funnin, so er vandi fyri, at útreiðslurnar gerast nógv størri enn inntøkurnar, sigur formaðurin í ráðnum, Torben M. Andersen, sum er professari í tjóðarbúskapi og starvast á universitetinum í Aarhus. Eins og hjá okkum, so eru avbjóðingarnar í Grønlandi, at fólk gerast eldri, og tað setir stór krøv til eftirløn og til heilsuverkið. Grønlendska búskaparráðið ógvast um, at polittikararnir ikki eru farnir undir at typpa holið í búskapinum, sum fer at vaksa næstu 10 árini. Úrslitið verður, at trupulleikarnir verða rullaðir víðari, til tey ungu og teir polittikarar sum skulu taka avgerðirnar í framtíðini. Ger Grønland tað, so mugu tær útreiðslurnar leggjast omaná útreiðslurnar sum nú eru av at reka grønlendska samfelagið, sigur búskaparráðið. Stjórin á Landssjúkrahúsinum skal eisini verða forstjóri fyri alt føroyska sjúkrahúsverkið, sambært nýggja bygnaðinum, ið kemur í gildi fyrsta januar. Stjórin á Landsjúkrahúsinum verður løntur á 39.inda lønarstigi eftir sáttmálanum hjá tænastumonnum. Tað eru umleið 55.660 krónur um mánaðin, um framt 15 prosent í eftirløn. Meir enn ein triðingur av teimum, sum hava ella hava havt sína yrkisleið á einum fjølmiðli, hava kent seg vera fyri ágangi ella illa viðfarnan í sínum starvi í føroyska miðlaheiminum. Fimti hvør hevur kent seg beinleiðis hóttan. Tað eru avgjørt ávís evni, sum gera, at mann sum journalistur kann rokna við at fáa óbehagilig sms boð, uppringingar ella blíva úthongd á sosialu miðlunum, sigur Barbara Holm, blaðstjóri á Sosialinum. Eg fekk einaferð eina uppringing, har tað bleiv sagt, at sá eg ein bil við døkkum rútum, skuldi eg ikki kenna meg tryggan, tí hann kendi fólk, sum kundu gera av við meg, sigur Georg L. Petersen. Støðulýsingin vísir eitt nú, at útvið helvtin av teimum, sum hava eina journalistiska útbúgving, gera okkurt annað enn at arbeiða sum journalistar á einum fjølmiðli. At ágangur og hóttanir eru partur av journaliststarvinum, vísir støðulýsingin eisini. Meir enn ein triðingur av teimum, sum hava ella hava havt sína yrkisleið á einum fjølmiðli, hava kent seg vera fyri ágangi ella illa viðfarnan í sínum starvi í føroyska miðlaheiminum. Fimti hvør hevur kent seg beinleiðis hóttan. Kreppa kom í, eftir at flokkurin Bjørt framtíð tók seg úr stjórnini í síðstu viku, og nú eru bara Sjálvstæðisflokkurin og Viðreisn eftir. Formaðurin í Bjartari framtíð, Óttarr Propp , vil ikki góðtaka, at pápi Bjarna Benediktsson, forsætisráðharra, hevur skrivað undir eitt bræv, sum viðmælir, at ein maður, ið er dømdur fyri at gera seg kynsliga inn á eitt barn, verður reinsaður. Tað er álitisbrot, at forsætisráðharrin ikki hevur boðað stjórnini frá hesum, áðrenn tað frættist í fjølmiðlunum, sigur Óttarr Propp við íslendskar miðlar. Høgni Hoydal, landstýrismaður, var ikki nóg greiður, tá hann svarði fyrispurningi um antitrust partin í uppskotinum um fiskivinnunýskipanina. Tað er niðurstøðan hjá meirlutanum í landsstýrismálanevndini. Men nevndin metir ikki, at grundarlag er fyri at siga, at landsstýrismaðurin hevur givið løgtinginum skeivar ella villeiðandi upplýsingar. Í niðurstøðuni sigur meirlutin, Magnus Rasmussen og Annita á Fríðriksmørk, at atlit má takast til, at talan er um ein ófráboðaðan fyrispurning, sum landsstýrismaðurin ikki hevur møguleika til at fyrireika seg upp á, áðrenn hann skal svara. Landsstýrismaðurin hevur sera avmarkaða tíð at svara, men hóast tað, eigur landsstýrismaðurin at svara satt og so nágreiniliga, sum til ber. Meirilutin metir svarið hjá landsstýrismanninum vera ógreitt og í ávísum førum fløkjasligt, soleiðis at svarið tí lættliga kann tulkast ymiskar vegir, og tað er sera óheppið, metir meirlutin. Meirilutin metir tó, at landsstýrismaðurin átti at verið so mikið væl inni í lógaruppskotinum, at hann kundi svarað meira nágreiniliga upp á spurningin, eftirsum júst støðan hjá verandi aktørum í vinnuni var so nógv í fokus. Tað er tí undrunarsamt, at landsstýrismaðurin ikki lýsti tær avleiðingar, sum vinnan hevði víst á, heldur meirlutin. Hóast hetta, so metir meirilutin tó ikki, at grundarlag er fyri at siga, at landsstýrismaðurin tilætlað ella av grovum ósketni hevur givið Løgtinginum skeivar ella villleiðandi upplýsingar. Grundarlag er tískil ikki fyri at siga, at brot er framt á lóg um ábyrgd landsstýrisins. Minnilutin, Jógvan Skorheim, hevur ikki gjørt niðurstøðu í málinum, og sigur í skrivinum, at hann heldur ikki ætlar sær at gera niðurstøðu í øðrum málum frameftir. Jógvan Skorheim segði seg herfyri frá, sum formaður í Landsstýrismálanevndini. Fyri einum góðum mánaði síðani var eitt stórt upptøkulið í Føroyum, tá tey skuldu gera upptøkur í sambandi við lýsingar fyri telefonina Galaxy Note 8. Sambært Annleyg Lamhauge er tað av stórum týdningi, at fyritøkur sum Samsung velja at brúka Føroyar sum kulissu, tá risastórar lýsingar skulu gerast. Vit fara at fortelja, at Samsung hevur verið her, soleiðis at vit vita at tað koma synergieffektir burturúr. Tað kann hava stóran týdning fyri okkara vinnuferðavinnu, soleiðis at onnur virki síggja, at eitt so stórt virki sum Samsung heldur at Føroyar eru áhugaverdar, sigur Annleyg Lamahuge. Tey fegnast enn fólkini handan spælifilmin Dreymar við havið. Flestu føroysku ummælini hava róst spælifilminum nógv, og nú fer hann so at royna seg úti í heimi. Útvarpið fer nú saman við Egoni Hansen undir eina røð um Nólsoy. Røðin byrjar í gamla býlingi num sunnan fyri Nólsoyarbygd, har Prinsessutoftirnar eru. Hesin býlingur avtoftaðist í 1700 árunum, men søgn er, at ein skotsk prinsessa búði har. Eitt eyðkenni fyri Nólsoy er kirkjan á Tanganum, sum nólsoyingar halda altíð hevur staðið har. Borðan er sunnari endi á Nólsoynni. Har eru vitin á Borðtanganum og tann stóri Nólsoyarviti, sum varð bygdur í 1893. Hann er ómannaður í dag, men hevur havt stóran týdning fyri Nólsoy. Á Tjørnunesi var kornpláss, og í Hósmøl varð royða brotin. Onnur sending úr Nólsoy byrjar uppi á Nólsoyareiði, har oyggin er smalst. Tosað verður um landið millum Nøvina norðan fyri og Bergrætstanga sunnanfyri. Á Eiðinum stendur so nógv á, tá brimið er upp á tað mesta, at sjógvurin kenst aftur hinumegin Eiðið. Brimið máar alsamt burtur av oynni. Uppi á Eiðinum eru hjallar, sum eru bygdir á almenningi. Syðsti býlingurin Malarendi er bygdur á almenningi, sum var jørð, ið ongin einstaklingur átti. Beint heimanfyri Malarenda eru staðar nøvnini Træbrúgvin og Skipagriftin. Í Skipagriftini bygdu nólsoyingar fleiri skip í 1800 talinum. Tá handilin í Føroyum var givin leysur, vóru nólsoyingar skjótir á sjóvarfallinum, og fleiri handlar vórðu stovnaðir. Handlarnir fingu so ymiska lagnu. Handlarnir tóku leingi móti fiski. Av mesta fiskaarbeiði var í Nólsoy nú í sjeytiárunum, tá flakavirkið Klyvar kom. Nólsoyingar bygdu sær skip at avreiða til flakavirkið. Arbeiði var til allar hendur, til kreppan í nítiárunum legði tað mesta í oyði. Eitt eyðkenni fyri Nólsoy er hvalakjafturin, sum stendur í Hoygarðinum. Kirkjan á Tanganum er eitt annað eyðkenni fyri Nólsoy. Niðastalon við sínum fýsa samanbygdu setir sín dám á Nólsoy. Stovurnar eru eystanífrá í Búð, Nýggjastova, Magnusarstova og Gortrastova. Í dag býr fólk bara fast í Magnusarstovu. Gortrastova, í Lon og við Brunn vóru stór ognarhús. Tilsamans eru 48 merkur í Nólsoy. Av teimum eru bert 13 merkur kongs. Kongsfestini vóru seks Kongsstova, í Búð, Torlastova, í Geil, Abbastova og á Geil. Vit fara at ganga ímillum húsini í bygdini og siga frá fólki og hendingum. Eitt nú húsini á Skúr, Kongsstova og Verkstaðið eru á hesi leið. Dagsins sending byrjar við húsini á Trappuni. Úr hesum húsi eru fleiri onnur hús sprottin. Nógv mentafólk vóru í hesum umhvørvi. Her vóru Niels og Petra á Botni, Jóhanna Maria Skylv Hansen og Maria Eide, Steffan Danielsen og mýrufólkini Lena og Pól, alt innan fyri 25 metrar. Nólsoyingar vóru hugaðir fyri skúlaskapi. Tá teir skuldu byggja fyrsta skúlan, gekk báturin við tilfarinum burtur í fjørðinum. Teir bygdu kortini, men seinni vildu nólsoyingar hava skúlan tiknan av, tí teir vildu hava børnini til arbeiðis. Nólsoyingar hava veitt nógvan fugl, og teir eru góðir kvøðarar. Fleiri gera ikki vart við tað, tá tey hava rent á ein seyð, og hetta er ein trupulleiki, sigur Jan Fossaberg, løgreglumaður. Orsøkin er helst, at fólk halda, at tey skulu gjalda fyri tað, men tað skulu tey ikki. Tryggingin syrgir fyri, at bóndin fær endurgjald. Tað er neyðugt við samráðingum við Ísland um Hoyvíkssáttmálan. Tær samráðingarnar fara at taka eitt ár, og tí fáa íslendsk áhugamál loyvi at vera í føroysku fiskivinnuni í sjey ár, meðan áhugamál úr øðrum londum sleppa at vera partur av fiskivinnuni í seks ár. Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður. Eingin verður rikin úr fiskivinnuni, men alt sum fæst burturúr fiskivinnuni skal koma føroyska samfelagnum til góðar, og tí skulu feløg og einstaklingar í vinnuni virka í Føroyum, sigur hann Sangkappingin var í fimm bólkum, og í trimum av teimum, fekk kórið Tarira gull. Hoyr samrøðuna við Urd Johannesen, sangara í Tarira Eftir at Viðareiðistunnilin varð tikin í nýtslu fyri einum ári síðani, var skjótt greitt, at trupulleikar vóru við vegnum millum tunnilsmunnan og bygdina á Viðareiði. Úrslitið var, at HJ Asfalt átti lægsta boðið, sum var umleið fýra milliónir krónur Kreton bjóðaði góðar fimm milliónir, og hægsta boðið átti EM Asfalt. Tað var 6,7 milliónir krónur Landsverk hevur í dag skrivað undir sáttmála við HJ Asfalt um asfalteringsarbeiðið, sum byrjar í næstu viku, sigur Landsverk í tíðindaskrivi. Ein fyrrverandi norskur politiovasti er dømdur 21 ára fongsulsrevsing í einum máli um hassjsmugling og mutur, sum verður mett at vera tað størsta í Noregi yvirhøvur. 59 ára gamli Eirik Jensen er funnin sekur í ákæruni um umfatandi hassjsmugling. Og 50 ára gamli Gjermund Cappelen, sum var høvuðsmaður í smuglaramálinum, er dømdur 15 ára fongsulsrevsing. Dómarin í býarrættinum í Oslo sigur eisini, at prógv eru fyri, at fyrrverandi politiovastin hevur fingið gávur og peningaupphæddir fyri í minsta lagi 668.000 krónur frá smuglaranum. Eirik Jensen var, áðrenn hann varð tikin í 2014, ein væl lýddur løgreglumaður, sum hevur fingið heiður bæði frá kongshúsinum og løgmálaráðnum. Gjermund Cappelen greiddi frá, at tað hevði eydnast at smugla hassjið, tí løgreglumaðurin hevði hjálpt sær. Og løgreglumaðurin gav eisini smuglaranum upplýsingar, so løgreglan ongantíð fekk frænir av honum. Eirik Jensen varð ákærdur fyri mutur av grovasta slag, og fyri at hava verið uppií, tá umleið 14 tons av hassji vórðu smuglað til Noregs. Tá løgreglan kannaði peninganýtsluna hjá fyrrverandi politiovastanum, kom hon eftir, at hann hevði brúkt í minsta lagi 1,6 milliónir krónur meira enn hann segði seg eiga. Tann vinarligi og lítillætni Hilmar Heinesen var kendur kring landið sum lutaseðlaseljari fyri Deyvafelagið. Hann vísti eitt skelti fram sum segði, at hann kom frá Deyvafelagnum og spurdi fólk um tey vildu keypa lutaseðil og harvið stuðla teimum deyvu í Føroyum. Her kanst tú hoyra samrøðuna, sum Tórður Mikkelsen hevði við Hilmar Heinesen. Ditlev Olsen, fyrrverandi stjóri á Skúlanum á Trøðni, tulkar. Lógaruppskot um at stovna menningardeild undir Visir Faroe Islands verður væntandi sent til hoyringar í hesum mánaðinum, og ætlanin er at stovna menningardeildina fyrst í 2018. Tað upplýsir Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis og vinnumálum, í svari til Honnu Jensen í Framsókn, sum hevur spurt um ferðavinnu á útoyggj. Poul Michelsen sigur, at arbeitt verður við at seta fleiri av tilmælunum í heildarætlanini fyri ferðavinnu, sum varð handað landsstýrismanninum í mai, í verk. Hann sigur, at fyrst og fremst eru tað kommunurnar sum staðbundir myndugleikar, ið hava ábyrgdina av skapa neyðuga karmarnar, soleiðis at fortreytirnar fyri ferðavinnumenning verða betri. Við nýggju uppgávuni fer Visit Faroe Islands at seta í verk menningarátøk kring landið, ikki minst á útoyggj, har tørvurin kanska er størstur, sigur poul Michelsen. Hann heldur ikki, at fíggingin til menningarátøk skal avmarkast til ávís landafrøðilig øki. Í staðin eiga tað at vera menningarætlanir, sum ferðavinnan og myndugleikarnir í felag seta út í kortið, sum gera av, hvussu íløgur og menningarátøk verða raðfest. Løgtingið fer í morgin at atkvøðuna um umbønina frá Pálli á Reynatúgvu, løgtingsformanni, um eina millión krónur í eykajáttan til kanningarstjóra at kanna Høgna Hoydal, landsstýrismann, og Aksel V. Johannesen, løgmann. Málið hevur verið í fíggjarnevndini, og øll umboðini í nevndini uttan Pauli Trond Petersen í Tjóðveldi taka undir við uppskotinum. Longu tá málið var til fyrstu viðgerð í tinginum 16. august, boðaði Pauli Trond Petersen frá, at hann tók ikki undir við uppskotinum. Páll á Reynatúgvu hevur sett Kristinu Samuelsen, advokat, at kanna leiklutin hjá Høgna Hoydal í málinum at flyta veiðiloyvi og leiklutin hjá løgmanni, sum hevur eftirlit við landsstýrisfólkunum. Løgtingsformaðurin sigur í viðmerkingunum til umbønina, at tað er ikki greitt, hvussu nógv kanningin fer at kosta, men mett verður, at upphæddin, sum biðið verður um, røkkur til tann partin av kanningini, sum verður gjørdur í ár. Norðurkoreanska rakettskjótingin seinastu tíðina er atvoldin til, at eitt asiatiskt flogfelag hevur útsett ætlanina um at flúgva eina nýggja rutu millum kyrrahavsoynna Guam og Nagoyo í Japan. Amerikanski kyrrahavsherurin sigur, at Norðurkorea skeyt eina rakett, sum røkkur langt. Hon fleyg 3.700 kilometrar í 19 minuttir, áðrenn hon datt niður í Kyrrahavið. USA hevur eina herstøð á oynni Guam, sum er eitt serstakt amerikanskt øki. Hon liggur 3.400 kilometrar frá norðurkoreanska høvuðsstaðnum Pyongyang. Meiningin var, at øll skúlagongd skuldi fara fram á Glasi, men nú skal Handilsskúlabygningurin brúkast til hægru útbúgvingarnar, s.s. marknaðarførslubúskap, byggitøkning, framleiðslutøkning og fíggjarbúskap, sigur Bogi Bech Jensen, stjórin á Glasi. Stjórin heldur, at tað hóskar seg væl at býta næmingarnar upp eftir miðnámi og hægri útbúgvingum, tí so skulu tey, sum hava tikið miðnám, ikki í skúla í somu hølum aftur, men vera í einum bygningi fyri seg, tá tey fara í holt við hægru útbúgvingina. Sambært Boga Bech Jensen, verður tað pláss fyri øllum nú, tá Handilsskúlin er roknaður uppí, og tí verður Tekniski Skúli enn seldur, sum ætlað. Tað hevur við sær, at tað verður neyðugt at keypa nøkur nýggj amboð til teknisku útbúgvingarnar, sum ikki kunnu brúkast í nýggja skúladeplinum. Vinnuhúsið hevur gjørt kanningina, sum vísir, at aðrar forðingar eru millum annað tung almenn umsiting, óvissa um landsstýrið, atgond til fígging og ov lág orka til nýskapan. Maria Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, heldur, at politiski tíðarkarmurin í Føroyum er ov stuttur, og tørvur er á einari langtíðar vinnupolitiskari ætlan. Hon sigur, at Føroyar er eitt lítið land, og nógv av galdandi lóggávu, er lóggáva, sum er smíðað til størri marknaðir, enn tann føroyska marknaðin, og tað er ov tungt at samskifta um ymisk viðurskifti. Tí brúka føroyskar fyritøkur ov nógva orku uppá umsiting og tað, sum hendir á politiska pallinum, og fáa ikki savnað seg um tað, sum tær duga best at framleiða vørur og tænastur. Vinnuhúsið sendi 92 føroyskum fyritøkum, sum hava fleiri enn tvey starvsfólk, eitt spurnarblað. 64 prosent svaraðu. Harumframt byggir kanningin á hagtøl frá Hagstovuni og Taks. Venjarin, Pætur Clementsen hevur gjørt av, at hesar ellivu byrja inni Anna S. Hansen Málverji Birna Mikkelsen Verja Lív Arge Verja Birita Nielsen Verja Maria Thomsen Verja Olga Kristina Hansen Miðvøllur Ásla Johannesen Miðvøllur Rannvá Andreasen Miðvøllur Ansy Sevdal Miðvøllur Eyðvør Klakstein Miðvøllur Heidi Sevdal Álop At fáa ein slíkan umgang, sum vit fingu ímóti Kekkia, er ikki sum at siga tað, men eg má alíkavæl siga, at eg havi stórt rós at bera okkara spælarum fyri hugburðin seinastu dagarnar, sigur Pætur Clementsen. Í fyrireikingunum hava vit sjálvandi hugt eitt sindur at íslendska liðnum, men vit hava brúkt mest tíð uppá okkum sjálvi og hvussu okkara avrik kann betrast. Tað er trupult at siga, hvat eitt gott úrslit er, men tað er umráðandi, at vit hava eina góða kenslu um okkara egna avrik aftaná dystin, sigur venjarin. Tað er ríkisumboðið, sum umsitur mál, ið hava við foreldramyndugleika og samveru at gera, men á ólavsøku næsta ár skal málsøkið persóns , húsfólka og arvarættur yvirtakast, her undir eisini lógir um foreldramyndugleika. Sjúrður Skaale er í USA, har hann umboðar fólkatingið til ST aðalfundin komandi vikurnar. Tí var samrøðan upptikin við einari fartelefon. Forsætisráðharrin í Dominica, Roosevelt Skerrit, kunnar heimssamfelagið á Facebook, og har skrivaði hann tíðliga í morgun, at tekjur á húsum eru farnar á flog, og at hús standa undir í vatni. Uttanríkiráðharrin í oyggjastatinum, St. Kitt and Nevis, Mark Brantley, skrivar á Twitter, at stórir skaðar eru í Dominica, har 72 túsund fólk búgva. Frakland hevur givið boð um at flyta fólk burtur úr økjum, sum verða ringast rakt av ódnini, í oyggjabólkinum, Guadeloupe, sum er beint norðanfyri Dominica. Ávaring um ódn er send út í Guadeloupe, Dominica, St.Kitts and Nevis, Montserrat, Martinique, Amerikonsku Jomfrúoyggjarnar, Bretsku Jomfrúoyggjarnar og oyggjarnar Vieques og Culebra uttanfyri Puerto Rico. Funnist varð at Bretlandi, Fraklandi og Niðurlondum, tí tey ikki nóg skjótt hjálptu karibisku oyggjunum, tá ódnin Irma gjørdi um seg í farnu viku. Sambært franska innanríkisráðhrarranum, Gerard Cooolombe, verða 110 hermenn sendir til økið at hjálpa teimum 3.000, sum longu arbeiða í økinum. Ein av oyggjunum er St.Martin, sum er deilt øki millum Niðurlond og Frakland. Tá Irma rakti oynna fyrr í hesum mánaðinum, lótu 15 fólk lív. Millum annað verður freistin hjá útlendingum at fara úr føroysku fiskivinnuni longd úr fýra upp í seks og sjey ár. Íslendingar fáa eina freist á sjey ár, og aðrir útlendingar, tvs hollendingar, fáa eina freist á seks ár. Orsøkin til, at íslendingar fáa longri freist er Hoyvíkssáttmálin millum Føroyar og Ísland. Antitrustmarkið, tvs hvussu nógv eitt reiðarí kann eiga av samlaðu fiskirættindunum er framvegis 17,5 prosent. Men markið fyri einstøku fiskasløgini, uppsjóvarfisk og botnfisk í Føroyum og á fjarleiðum, sum t.d Barentshavinum, er hækkað úr 20 uppí 35 prosent. Eftir at uppskotið hevur verið til fyrstu viðgerð í løgtinginum í dag fer tað í Vinnunevndina, og har kann tað vera í ein mánaða. Eftir ein mánaða, kann tingið atkvøða um at fáa uppskotið aftur úr nevndini. Í dag fara løgtingslimir aftur at telva um fiskivinnunýskipanina. Høgni Hoydal legði uppskoti fyri tingið í farnu viku, og uppskotið fær 1. viðgerð á tingfundinum í dag, sum byrjar kl. 10. Og hesuferð fer at bera á mál við fiskivinnunýskipanini, tí samgongufólk eru samd um uppskotið, sigur Høgni Hoydal Danski Eindarlitsin vil hava myndugleikarnar at kanna málið um ferjuna, Scandinavian Star, einaferð aftrat. 159 fólk doyðu umborð á Svandinavian Star í apríl í 1990, tá eldur kom í skipið, sum var á veg úr Oslo til Frederikshavn. Flokkurin vil hava løgmálaráðharran, Søren Pape, at greiða frá, hvat stjórnin ætlar at gera við ognar og tryggingarviðurskiftini hjá skipinum. Tað hendir eftir, at Politiken hevur avdúkað, at felagið sum átti skipið, fekk tryggingarupphæddina tvífaldaða, uttan at tryggingarfelagið kannaði, um skipið var so nógv vert. Sambært Politiken, bóðu eigararnir tryggingarfelagið um at hækka tryggingina upp í 24 milliónir dollarar, sum var tvær ferðir meir enn tryggingarupphæddin sum skipið varð tryggjað fyri í einum øðrum felag. Og tryggingarfelagið, Fjerde Sø, hækkaði upphæddina, uttan at kanna, hvussu nógv skipið var vert. Blaðið skrivar, at maðurin sum stóð fyri at tryggja skipið, hevur sagt norsku løgregluni, at hann ikki kannaði skipið, tí hann metti, at felagið sum átti skipið, kendi betri til virðið á skipinum. Norsku myndugleikarnir settu í 2014 nýggja kanning í verk av hendingini við Scandinavian Star, men arbeiðið steðgaði í 2016, tí einki nýtt kom fram í málinum. Ætlanin var annars, at kanningin skuldi fáa greiðu á, hví fleiri eldar vóru umborð á skipinum, og um talan var um tryggingarsvik. Tað sum maðurin, ið tryggjaði skipið, segði norsku løgregluni, sást ikki aftur í frágreiðingini sum norska løgreglan gjørdi í 2016, tá málið varð slept. Heilsumálaráðið upplýsur, at tey hava fingið 12 umsóknir, og at bæði menn og kvinnur hava søkt. Heilsumálaráðið vil tó ikki siga, hvussu nógvar kvinnur og menn hava søkt. Stjórin á Landssjúkrahúsinum skal eisini vera forstjóri í føroyska heilsuverkinum, tá nýggi bygnaðurin kemur í gildi á nýggjárinum. Tað er eksploderað við vespum seinastu tvær vikurnar, annars hevur tað so at siga ikki verið nøkur vespa at sæð í alt summar, sigur Jógvan Skorheim. Eini 10 12 vespubýli eru funnin higartil, og tað frustrerar nógar borgarar. Vit fáa ikki gjørt so nógv fyri borgararnar, uttan so at tey fortelja okkum akkurát, hvar vespubýlini eru, tí tað nyttar lítið at ganga runt og drepa eina og eina vespu, sigur Jógvan Skorheim. Følnaðu planturnar, sum leggja seg omaná planturøturnar, skulu ikki takast burtur, tí tær verja plantuna móti vertrarfrostinum, sigur Haraldur Símunarson Hansen, garrtnari, sum vitjar morgunsendingina. Í vinarbólkum verða skúlanæmingar settir saman í bólkar av læraranum á 4 til 6 persónar, og síðani hittast tey av og á heima hjá hvørjum øðrum.Vanliga plaga foreldrini at børnunum í bólkinum at hittast, tá spælidagurin er liðugur. Rigmor N. Arge er sálarfrøðingur og hevur børn og ung sum eitt av sínum serøkjum. Sum heild eru vinarbólkar eitt gott hugskot, heldur hon. Men skulu vinarbólkar rigga, so er týdningarmikið, at byrjað verður við teimum longu í fyrsta flokki, tí tá eru børnini púra fordómsleys og kenna ikki hvønn annan, soleiðis sum tey gera í til dømis fjóðra flokki, sigur Rigmor N. Arge. Eisini er umráðandi, at foreldrini taka undir við vinarbólkunum og vísa børnunum, at hetta dámar teimum eisini, sigur Rigmor N. Arge. Ósemja er millum føroyingar og íslendingar um, nær talan er um fiskivinnuavtalu og nær talan er um handilsavtalu, og tí skal fiskivinnan úr Hoyvíkssáttmálanum og gerast ein partur av fiskivinnusamráðingunum. Tað sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis og vinnumálum. Góðtaka íslendingar ikki tað, so verður Hoyvíkssáttmálin uppsagdur, sigur landsstýrismaðurin. Hoyr innslagið omanfyri. Nógvir trupulleikar hava verið við landsroyndunum, serliga, tá tær skuldu talgildast. Nú fer Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, at leggja uppskot fram fyri Løgtingið um at broyta fólkaskúlalógina soleiðis, at landsroyndirnar ikki skulu vera krav. Landsstýrisfólkið skal kunna gera av, um landssroyndir skulu haldast, og hvussu tær skulu vera. Rigmor Dam heldur, at landsroyndirnar hava lagt óneyðugt trýst á skipanina, og hon vil geva skipanini meira tíð og rúm at arbeiða við slíkum royndum. Formaðurin í Føroya Lærarafelagi, Herálvur Jacobsen, er glaður fyri, at kravið um landsroyndirnar í fólkaskúlanum skal avtakast. Lærarar hava ofta eftirlýst týdningin av landsroyndunum í fólkaskúlanum, sum komu, sum eitt svar uppá pisa undankanningarnar í 2005 og 2006. Sambært Herálvi Jacobsen er ikki komið nógv jaligt burtur úr landsroyndunum, og tá ið tær skuldu talgildast, bleiv rok, og lærarar eru troyttir av tí. Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, er eftir øllum at døma eisini troytt av tí, tí hon segði við útvarpið fyrr í dag, at landsroyndirnar í fólkaskúlunum skulu ikki vera lógarfest krav. Sambært henni, hava landsroyndirnar lagt eitt óneyðugt trýst á skipanina. Lærararnir eru sostatt glaðir fyri, at kravið um landsroyndina verður avtikið, men Herálvur Jacobsen leggur afturat, at tað er eisini neyðugt at vita, hvussu næmingarnir klára seg, men nú kann man finna aðrar loysnir. Í sama tíðarskeiði vaks innflutningurin 462 milliónir kr, ella 13 prosent. Innflutt varð fyri fýra milliardir og 145 milliónir krónur Nógv størsti vøksturin, 51 prosent, er brennievni. Eisini eru fleiri bilar innfluttir. Har vøksturin 31 prosent ella 76 milliónir krónur Hagstovan ger vart við, at hesin innflutningurin var óvanliga stórur í fjør, og hóast hann er minkaður nakað í ár, er innflutningurin av byggitilfari, maskinum og amboðum framvegis sera stórur. Christian í Grótinum keypti 450 tons av norðhavssild, Borgarin 1.800 tons, Norðoyingur 1.450, Næraberg 800, Fagraberg 1.000 tons, Nýborg 500 tons, og Arctic Voyager keypti 2.500 tons av norðhavssild. Tríggir fjórðingar av fiskirættindunum vera verandi hjá verandi reiðarum. Ein fjórðingur av fiskirættindunum verður boðin út á almennum uppboði, og har sleppa bæði nýggir og verandi reiðarar at bjóða. Hetta er tað, sum liggur á samráðingarborðinum, nú Vinnunevndin í Løgtinginum fer í holt við at viðgerða uppskotið hjá samgonguni um fiskvinnunýskipan. Men vandin er, at verandi reiðarar fara at hava ov stóran fyrimun í mun til nýggjar aktørar, og at hesir nýggju sostatt fara at hava ilt við at fóta sær, heldur Ruth Vang, tingkvinna fyri Framsókn. Ruth Vang ræðist, at 8 ára fiskiloyvini hjá verandi reiðarum vera endurnýggjað uttan stórvegis hóvasták hvørt ár, og at nýskipanin harvið fer at gera sera lítlan mun í mun til verandi skipan. Atgongdin hjá nýggjum aktørum til fiskivinnuna verður ov avmarkað eftir okkara tykki. Og uppskotið hevur eisini verið ein torførur biti at slúka hjá Framsókn, men løgtingskvinnan tykist rímiliga nøgd við uppskotið, sum tað sær út nú. Fleiri útlendingar og fleiri tjóðskapir enn vit kanska geva okkum far um, búgva í Føroyum. Men hvussu er tað at flyta til Føroyar, hvørjar siðvenjir taka tey við sær, og hvønn týdning hevur tað at hitta sínar landsmenn og kvinnur Vit vóru á gátt hjá Jean Dela Cruz til eitt serligt filippinskt høvi í Klaksvík leygardagin. Hvørjar avbjóðingar hevur tú sum útlendingur, tá tú flytir til Føroyar, og hvussu fáa vit sum samfelag best tikið ímóti teimum, sum vilja búgva her Hesar og aðrar spurningar skifta vit orð um við Runu Preetey og David Im. Hvør er samleikin, tá tú sum útlendingur hevur búð í Føroyum í sløk 30 ár Spurningin hava vit sett Marilyn og Alex O Campbell, ið eru ættað av Filippsoyggjunum, og sum fluttu til Føroyar í 1989, 28 og 30 ára gomul. Enna Garðshorn Mikkelsen er útbúgvin etnologur, og saman við henni umrøða vit eitt nú hvørjir møguleikar hvat fyri potentiali, ið er í hesum, at útlendingar flyta til Føroyar. Almennu Føroyar hava ongan integratiónspolitikk, í Havn er hann ávegis, og í Klaksvík er hann settur í gildi. Vit spyrja Jógvan Skorðheim, borgarstjóra í Klaksvíkar kommunu, um eitt nú hvønn týdning hetta hevur haft fyri Klaksvík. Og dagsins klassikari er táttur, ið verður á skránni hvønn dag í vetur, og í dag verður borðreitt við kendum sekstiáraklassikara, sum kom út í Fjarðeysturi í 1961. Tú kanst hoyra sendingina her Bjarni Hammer, fomaðurin í vinnunevndini, er sinnaður at slaka, bæði tá tað kemur til uppboðssølupartin og tá tað snýr seg um útlendskan kapital í føroysku fiskivinnuni. Jarðskjálvtin í gjárkvøldið var beint, sum skipað varð fyri einari landsumfatandi venjing, hvussu fólk skulu bera seg at, tá jarðskjálvti er. Eftir at hava eftirkannað uppskotið, hevði løgtingsskrivstovan onkrar tillagingar, sum nú verða gjørdar á løgmansskrivstovuni, áðrenn uppskotið kann verða lagt fram í løgtinginum. Tíðin er farin at ganga undan hjá samgonguni at fáa uppskotið um stjórnarskipan samtykt. Tí løgmansskrivstovan hevur sagt, at uppskotið skal samtykkjast hálvt ár fyri fólkaatkvøðuna. Tað er 25.oktober, tí fólkaatkvøða skal vera á flaggdegnum næsta ár. Tískil eru bara góðar fimm vikur eftir, um tann freistin skal halda. Tingfundur verður ikki aftur fyrr enn mikudagin 27. september. Í aðru sending av trimum í sendirøðini Skriftstøð, greiða 59 ára gamli filmsleikstjórin og høvundurin, Katrin Ottarsdóttir og debutanturin og næmingurin á Rithøvundaskúlanum í Keypmannahavn, 22 ára gamla Anna Malan Jógvansdóttir frá teirra tilveru sum skrivandi menniskju. Anna Malan, sum er ættað úr Nólsoy, sigur millum annað frá, hví hon altíð leitar aftur til føroysku náttúruna, og hví hon bert skrivar á føroyskum, hóast hon er búsitandi í Keypmannahavn og gongur á donskum skúla. Í sendingini greiður hon eisini frá, hvussu lærarar og næmingar á Rithøvundaskúlanum taka ímóti hennara, kanska serføroysku, bókmentum, og hvørjar avbjóðingar tað hevur við sær, at verða noydd at umseta allar tekstir, hon skrivar til frálæruna á skúlanum frá føroyskum til danskt. Hon letur upp fyri verkætlanini, hon arbeiður við í løtuni, og fyri, hvussu dreymaframtíðin sær út fyri hana sum høvund og veru. Katrin Ottarsdóttir hevur fleiri filmar, yrkingasøvn og stuttsøgusavn á baki. Hon er búsitandi í Danmark, har hon hevur skapað sítt lív við síni familju. Í sendingini sigur Katrin millum annað Frá, hvørji evni hugtaka hana, og hvørjar orsøkinar til henda áhuga og stað at skriva frá eru. Hon greiður frá, hví hon skrivar á føroyskum, hóast mong ár uttanlanda, um hvussu hon upplivur donsku móttøkuna av føroyskum bókmentum og list, og um hvussu tað eydnaðist og kendist at gera eina roynd í at flyta aftur til Føroya eftir nógv á sum anonym í útlendska stórbýnum. Damudomi er ein feministisk rørsla, ið hevur gjørt um seg seinastu tvey árini. Nú hevur rørslan ment seg til at blíva eitt felag, ið verður sett á stovn í næstum. 46 ára gamli Peter Bang hevur roynt eitt sindur av hvørjum. Sum barn upplivdi hann umsorganarsvík og harðskap og eisini var hann útsettur fyri kynsligum ágangi. Maðurin við arrinum hevur eina langa kriminella søgu, sum narkomanur, pushari og slagsbróður av grovasta slag, og hevur tí eisini sitið í fongsli. Stuðulsfelagið hjá Heilbrigdi hevur biðið Peter Bang koma til Føroyar at halda fyrilestrar, við tí vón at hjálpa misnýtarum úr misnýtslu. Umleið 60 føroyingar fáa hvørt ár staðfest demens. Tað eru fleiri kvinnur enn menn, sum fáa staðfrest sjúkuna, men læknarnir vita ikki reiðuliga hví so er, sigur Tórmóður Stórá, leiðandi yvirlækni á psykiatriska deplinum. Síðan 1994 hava alzheimerfeløg kring allan heim markerað dagin 21. september við ymiskum tiltøkum. Í ár verður dagurin markeraður í Kina við eini skrivikapping, á Cypros við eini listaframsýning, í Danmark skipa tey fyri Huskedag og í Iran og nógvum øðrum londum verða walkathons fyri fólk við demens og teirra avvarðandi. Í Føroyum verður aftur í ár skipað fyri gudstænastum. Hósdagin 21. september kl. 14 00 verða gudstænastur í kirkjum um alt landið, har øll eru vælkomin, umframt at skipað verður fyri øðrum tiltøkum. Tøðevni, heilivágur og sóttreinsingarevni verða latin út, og tey fara at ávirka lívfrøðina í økinum, sigur Føroya Náttúru og Umhvørvisfelag í áheitanini á friðingarnevndina fyri Vága sýslu um friða økið vesturi á Víkum. Partafelagið Jókin Føroyar í Hvalba keypti meginpartin av svartkjaftinum, sum varð seldur á opnu uppboðssøluni í gjár, umframt 2.500 tons av sild. Samstundis hevur felagið keypt uppsjóvarskipið, Arctic Voyager, sum nú er undir føroyskum flaggi. Ætlanin er púra greið, sigur ein av eigarunum, Ludvík við Stein 07 Vestur er í løtuni á níggjunda plássi við 19 stigum, meðan EB Streymur og Skála eru á ávikavist áttanda og sjeynda plássi. Bæði hava 23 stig. Havrannsóknarskipið, Magnus Heinason, hevur mánaðarskiftið august september kannað plankton. Endamálið við túrinum er at fylgja við broytingunum í havinum kring Føroyar. Eystanfyri og úti í Hetlandsrennuni var óvanliga nógv til av einum evarskum lítlum veingjasnigli, nevndur limacina. Limacina er vanlig á okkara leiðum, men sjáldan í serliga stórum nøgdum, skrivar Havstovan. Tá royndir við glúpi verða tiknir, er oftast mest reyðæti í. Men á hesum túrinum var tað tó mest av limacina í fleiri royndunum eystanfyri. Tað er ógreitt, hví so nógv er til av júst limacina í ár, men eins og á Landgrunninum, so hava gróðrarumstøðurnar helst verið serliga góðar í ár. Landsstýriskvinnan ætlar at broyta fólkaskúlalógina soleiðis, at tað verður landsstýrisfólkið, sum ger av, um landsroyndir skulu haldast ella ikki. Men tað er ikki eitt gott hugskot, sigur Jóngerð Nielsen, forkvinna í Heimi og Skúla. Sum eitt land við einum góðum fólkaskúla, er tað eitt krav at hava nakrar landsroyndir fastlagdar, sigur hon. Tá undanroyndirnar til landsroyndir skuldu vera í februar, vóru trupulleikar við tøknini, so tær miseydnaðust, hóast børnini vóru møtt til roynd. Síðani skuldu landsroyndirnar vera í vár, men vórðu avlýstar. Heim og Skúli heldur landsroyndirnar vera góðar, men ikki við tí leistinum, sum hevur verið. Tey hildu tað tí vera skilagott, at landsroyndirnar í ár vórðu avlýstar. Men at fara frá at avlýsa royndirnar, tí tøknin ikki riggar, til at strika kravið um at hava landsroyndir, heldur Jóngerð Nielsen ikki vera eina góða loysn. Sambært henni er tað gott við landsroyndum, tí foreldur og lærarar fáa eina fatan av, hvussu støðið er hjá næmingum kring landið, og kunnu samanbera og hækka støðið í ymiskum skúlum. Tað er kanska ein avbjóðing at fáa eina skipan, sum riggar, men so má ein loysn finnast, sigur Jóngerð Nielsen. Dagført Í upprunaligu greinini stóð, at landsroyndirnar í februar miseydnaðust, men tað vóru undanroyndir til landsroyndirnar, sum miseydnaðust í februar. HVÍ FISKIVINNUNÝSKIPAN OG HVAT ER EITT VEIÐILOYVI Fiskivinnan skal skipast av nýggjum, tí løgtingið í 2007 gjørdi av at siga upp øll veiðiloyvi. Loyvini høvdu undir verandi skipan 10 ára uppsagnarfreist, og tí ganga veiðiloyvini út við endan á 2017. Eitt veiðiloyvi er eitt varandi atgongumerki til fiskiskap. Eitt veiðiloyvi gevur møguleika at fáa fiskiloyvi eitt ávíst fiskiár við ávísum fiskifari. Veiðiloyvi er umsetiligt, sum merkir, at tað ber til hjá einum reiðaríi at keypa skip við veiðiloyvi frá øðrum reiðaríi. Eitt skip við veiðiloyvi hevur tískil nógv størri virði, enn eitt skip uttan veiðiloyvi. Loyvini vórðu uppsøgd, millum annað tí at ávís reiðarí, sum høvdu fingið veiðiloyvi ókeypis frá landinum, høvdu selt skip við loyvi víðari við stórum vinningi. Politisk ónøgd hevur millum annað verið við, at tað hevur verið sera torført hjá nýggjum reiðarum at koma inn í fiskivinnuna. Eisini hevur ónøgdin snúð seg um, at fiskivinnan ikki hevur verið burðardygg seinastu mongu árini. Nú fer veiðiloyvið, sum vit kenna tað, í søguna, og tí má rætturin at fiska onkursvegna skipast av nýggjum frá 1. januar í 2018. HVAT ER VEIÐIRÆTTINDI OG FISKILOYVI SAMBÆRT NÝGGJU SKIPANINI Veiðirættindi eru í mótsetning til veiðiloyvi ikki knýtt at einum fiskifari, men eru knýtt at einum rættindahavara sum til dømis feløg, reiðarí ella virki. Fiskiloyvi er so tann rættur, sum eigari av einum fiskifari fær at veiða av ávísari nøgd á ávísum leiðum í einum fiskiári. Stutt sagt geva veiðirættindi tá rættindi at veiða, meðan fiskiloyvið verður givið, tá tú hevur keypt veiðirættindini. Sambært uppskotinum, sum nú fyriliggur, sleppa verandi reiðarar at varðveita tríggjar fjórðingar av rættindunum at fiska, meðan ein fjórðingur verður seldur á almennum uppboði. Tað merkir, at landið fær eina inntøku av at selja kvotur til hægstbjóðandi keypara, ið eitt nú kann vera eitt reiðarí ella virki. Tað merkir eisini, at reiðarar, sum ikki hava verið í fiskivinnuni fyrr, bara kunnu sleppa framat tí eina fjórðinginum av kvotunum, sum verða bjóðaðar út á uppboðssølu. Uppboðssølan skal gera upp við, at Fiskimálaráðið ger av, hvør sleppur at fiska ella ikki. Verður uppskotið hjá samgonguni samtykt í løgtinginum, skulu nýggir reiðarar keypa veiðirættindi frá landinum. Størsti parturin av veiðirættindunum verða sum áðrenn lutað út ókeypis tó til feløg ella fólk og ikki til einstøk veiðifør eins og við núverandi skipan. HVØR KANN FÁA ELLA KEYPA VEIÐIRÆTTINDI Feløg og einstaklingar, ið hava rættindi at fiska, skulu vera búsitandi og fult skattskyldug í Føroyum. Í fiskivinnunýskipanini er eisini ásett, at útlendskur ognarskapur skal úr fiskivinnuni um seks ár, meðan íslendskur ognarskapur skal úr fiskivinnuni um sjey ár. Ætlanin er, at øll manning skal gjalda skatt og hava arbeiðsloyvi og uppihaldsloyvi í Føroyum. Harafturat er endámalið við fiskivinnunýskipani at hava betri eftirlit og revsireglur. Tí skulu øll feløg góðkennast frammanundan fyri at bjóða seg fram og taka lut í fiskivinnuni. KANN MAN SO IKKI BARA KEYPA ØLL RÆTTINDI Stutta svarið er nei. Reglur um miðsavnan anti trust skulu forða fyri, at einstøk reiðarí fáa ræði á so nógvum veiðirættindum, at tað gongur út yvir kappingina á marknaðinum, ella at vinnan kann ávirka politisku skipanina. Undir verandi skipan kunnu reiðarí hava ræðið á millum 20 og 35 prosentum av veiðiloyvunum, alt eftir hvør skipabólkurin er. Men veiðiloyvið fer sum skrivað í søguna. Nýggja uppskotið um fiskivinnunýskipan hevur lækkað um verandi prosenttøl. 17,5 er markið fyri, hvussu stóran part av samlaðu fiskirættindunum ein rættindahavari kann hava ræðið á. Meðan 35 er markið fyri, hvussu stóran part av rættindunum at fiska teir ymsu fiskiskaparnir, ein rættindahavari kann hava ræðið á. Undir verandi skipan verða mark sett fyri hvønn skipabólk til dømis eru trolarar ein skipabólkur, línuskip eru ein skipabólkur og rækjuskip eru ein skipabólkur. Men frameftir verður fiskiskapurin í størri mun skipaður við kvotum. Tí verða trý mørk sett fyri tann sokallaða høvuðsfiskiskapin 1 Botnfiskur í føroyskum sjógvi. 2 Uppsjóvarfiskur í Norðuratlantshavi. 3 Botnfiskur og onnur djórasløg uttan fyri føroyskan sjógv Tað merkir sostatt, at ein rættindahavari má í mesta lagi hava ræðið á 17,5 av teimum trimum bólkunum tilsamans, og í mesta lagi hava ræðið á 35 av hvørjum einstakum bólki. MENNINGARKVOTUR HVAT ER TAÐ Í nýggjasta uppskotinum um fiskivinnunýskipan stendur, at 7 av samlaðu kvotuni kann latast sum ein menningarkvota. Hetta merkir, at kvotur kunnu latast til ein, ið eitt nú hevur eina menningarætlan, ið stuðlar undir virðisøking av sjófeingi í ávísum øki í landinum, har atgongd til sjófeingi er avmarkað, ella arbeiðsloysið er stórt, samanborið við onnur øki í landinum, ella øki við støðugt minkandi fólkatali. Tað merkir til dømis, at ein menningarkvota kann latast til vinnulig átøk ella verkætlanir, ið kunnu minka um arbeiðsloysi í einum ávísum øki við at landa fisk til eitt virki at virka og tískil skapa arbeiðspláss. KVOTASKIPAN VS. FISKIDAGASKIPAN Føroysku skipini fingu kvotur frá 1994, men innan eitt ár var vinnan so ónøgd, at hon setti krav um, at kvotaskipanin skuldi avtakast. Undir eini kvotaskipan hevur eitt skip loyvi at fiska so og so nógv tons av einum ávísum fiskaslagi. Hetta elvir til avbjóðingar, tí tað er ikki altíð, at fiskaslagið, sum kemur undan vatnskorpuni, er júst tað, sum ein royndi eftir. Hjáveiða er ein partur av gerandisdegnum hjá fiskivinnuni, og tí kann tað tykjast stirvið at virka við kvotum, sum eru býttar sundur í fiskasløg, tá ið fiskiskapurin so ofta er blandaður. Ein skipanarnevnd mælti í februar 1996 til, at Føroyar skuldu hava eina dagaskipan. Fiskidagaskipanin hevur ikki hesar avbjóðingar. Eitt skip hevur so og so nógvar fiskidagar um árið, og eingin avmarking er á loyvda fiskiskapinum hvønn fiskidag. Stutt greitt frá, so er fiskidagaskipanin meira fleksibul hjá vinnuni at arbeiða undir, og minni roksut hjá fiskiveiðimyndugleikanum at hava eftirlit við. Sambært Fiskirannsóknarstovuni og altjóða havgranskingarstovninum ICES var veiðutrýstið alt ov stórt fyrstu árini eftir, at dagaskipanin kom í gildi. Hóast dagatalið minkaði við eini helvt fyrstu tíggju árini fiskidagaskipanin var í gildi, hevur trýstið á fiskastovnarnar, sambært fiskifrøðingum og øðrum eygleiðarum kortini verið ov høgt. Eitt annað er, at Havstovan síðan 2004 hevur mælt til stóran niðurskurð í døgunum, men at Løgtingið ongantíð hevur fylgt tilmælunum. Sambandsflokkurin og samgongan hava í sínum uppskotum lagt upp til, at kvotur skulu fáa botnfiskastovnarnar aftur á beint. Tí mælir samgongan til, at farið verður undir eina kvotuskipan, tí hetta meinar samgongan tryggjar eina burðardygga fiskivinnu. Nýggja uppskotið um fiskivinnunýskipan hevur við sær, at fiskidagaskipanin verður verandi í gildi til og við 1. januar 2019. Tá verður farið undir kvotuskipan fyri trolarar og línuskip, ið fiska botnfisk í føroyskum sjógvi, meðan fiskidagaskipan er fyri útróður. Skipanin skal sambært uppskotinum viðgerast og eftirmetast á hvørjum ári. Í seinastu sending av Radarinum verður tikið samanum uppskotið, og sjóneykan verður sett á avleiðingarnar av uppskotinum. Hoyr nýggjasta part av Radarinum HER Tað er álvarsligt, tá knívur verður brúktur, og av tí at 20 ára gamli maðurin fyrr er dømdur fyri harðskap, varð hann varðhaldsfongslaður í 2 vikur, sigur Kristian Dahl, vaktleiðari á politistøðini. Uppskotið hjá Sambandsflokkinum um fiskivinnunýskipan verður ikki lagt framaftur í heyst. Øll veiðuloyvi fella aftur til landið á nýggjárinum, men skotbráið at koma við so víðfevnandi nýskipan er alt ov stutt, heldur Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkurin. Tí verður uppskotið, sum Sambandsflokkurin legði fyri løgtingið fyrr í vár ikki lagt framaftur í ár. Tá samgongan varð skipað 14. september 2015, varð avtalað í vinnunevndini at býta formanssessin millum Javnaðarflokkin og Tjóðveldi. Tað einasta, sum Bjarni Hammer vil siga seinnapartin er, at hann veit um hasa avtaluna, men hann veit einki um, at nevndin skal skifta formann í næstu viku. Men tað fer ikki at broyta uppskotið um fiskivinnunýskipan, tí samgongan er samd um uppskotið, sum landsstýrismaðurin er farin í løgtingið við. Og Bjarni Hammer, sum enn er formaður í vinnunevndini, segði við Kringvarpið í gjár, at hann kann væl taka undir við, at uppboðssøluparturin verður minni, og hann er eisini sinnaður at umrøða, at útlendskur kapitalur verður verandi í føroyskari fiskivinnu. Men tað er kortini vert at hava í huga, at Sjálvstýri skipaði seg í valbólk saman við samgonguni, tá nevndarsessirnir vóru býttir í Løgtinginum eftir løgtingsvalið. Í øllum førum ætlar samgongan at skifta formann í vinnunevndini. Spurningurin er bara, um tað verður í næstu viku, ella tá fiskivinnunýskipanin er samtykt. Sambært landsstýrismanninum í fiskivinnumálum byggir lógaruppskotið um fyrisiting av sjófeingi á trý høvuðsmál og høvuðspartar Stovnsrøkt og burðardygg veiða. Atgongd at fiska og at bjóða seg framat. Treytir fyri virksemi, virðisøking og inntøkum í Føroyum. Í Radaranum hesaferð nærlesa vit lógaruppskotið og hyggja nærri eftir hesum høvuðsmálum. Eisini fylgja vit sjey tímar drúgvu viðgerðini í løgtinginum. Og sum tað triðja gera vit eina roynd at koma nærri einum svari uppá orsøkirnar til og avleiðingarnar av tí lógaruppskoti um sjófeingi, sum nú liggur í løgtinginum. Tað verður gjørt í beinleiðis kjaki millum Høgna Hoydal, landsstýrismann í fiskivinnumálum, og Hanus Hansen, reiðara. Sambært uppskotinum, so verður uppsagnarfreistin hjá leigarum, ið reka vinnuliga útleigan, longd úr einum mánaði upp í tríggjar mánaðir. Avtalan tekur burtur allar handilsforðingar fyri matvørur, tænastur og størri almennar uppgávur. Avtalan tekur burtur 99 prosent av øllum tollforðingum millum ES og Kanada. Í ES verður roknað við, at evropeiskir útflytarar fara at spara umleið 3,7 milliardir krónur í tollútreiðslum um árið. Avtalan millum ES og Kanada hevur verið leingi ávegis. Samráðingarnar vardu í sjey ár, áðrenn partarnir í oktober í fjør skrivaðu undir. Lógaruppskotið um sjófeingi gevur landsstýrismanninum í fiskivinnumálum heimild at gera av, um øll tey rættindi, sum ikki skulu seljast á uppboðssølu, skulu leingjast. Sambært lógaruppskotinum hjá Høgna Hoydal verða, sum útgangsstøði, 75 prosent av verandi rættindum hjá verandi rættindahavarum latin teimum í átta ár. Hesi loyvini fara tí úr gildi 1. januar í 2026. Sambært lógaruppskotinum um sjófeingi skal landsstýrismaðurin á hvørjum ári leggja uppskot fyri løgtingið, um gildistíðin skal leingjast við einum ári. Høgni Hoydal sigur seg ikki ganga inn fyri eini skipan við rullandi loyvum , tað vil siga, at loyvini halda fram av sær sjálvum, um tey ikki verða uppsøgd. Hetta er eitt prinsippmál. Lógaruppskotið leggur upp til, at loyvini í fyrstu atløgu verða longd í átta ár. Og skulu tey leingjast, so má tað vera ein aktiv handling, sigur Høgni Hoydal. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum vil í løtuni ikki siga, hvat hann ætlar sær at gera við hesa nýggju heimildina, ið hann fær sambært lógaruppskotinum um sjófeingi. Tað valdast, hvussu skipanin virkar. Ein árlig eftirmeting skal gerast, og hon verður avgerandi fyri, um loyvi verða longd, sigur Høgni Hoydal. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, og Hanus Hansen, reiðari, vóru við í sendingini Radarin í gjárkvøldi. Radarin verður endursendur í útvarpinum klokkan 11 fyrrapartin, og sendingin er eisini at finna á heimasíðuni hjá Kringvarpinum. Lógaruppskotið um fyrisiting av sjófeingi gevur landsstýrismanninum í fiskivinnumálum heimild at lata sjey prosent av samlaðu kvotunum hjá føroyska samfelagnum út sum menningarkvotur. Fyri norðhavssild fær landsstýrismaðurin heimild at lata upp til 20 prosent av samlaðu kvotuni av norðhavssild út sum menningarkvotur men bara í 2018. Sambært uppskotinum er endamálið at kunna stuðla undir virðisøking av sjófeingi í økjum í landinum, har atgongdin til sjófeingi er avmarkað og arbeiðsloysið stórt, sammett við onnur øki, og har til dømis fólkatalið er støðugt minkandi. Hatta er ein máti hjá Høgna Hoydal at legalisera politiska útlutan, einki annað. Hatta er óseriøst og beint ímóti øðrum ásetingum í sama lógaruppskoti um at talan skal vera um eina marknaðargrundaða skipan. Hetta hevur einki við nakra marknaðargrundaða skipan at gera, sigur Hanus Hansen. Fiskivinnan útflytir fyri umleið fýra milliardir krónur um árið. Við støði í tí hava menningarkvoturnar, sjey prosent av samlaðu kvotunum, eitt útflutningsvirði á umleið 300 milliónir krónur. Menningarkvoturnar verða bjóðaðar út við greiðum treytum, fullum almennum innliti og so vera tað serkøn fólk, ið koma at meta um, hvørt verkætlanirnar kunnu menna og skapa virðisøking í ávísum pørtum av landinum, sigur Høgni Hoydal. Nei, talan verður um politiska útlutan, har landsstýrismaðurin fær heimild til at býta út virði fyri 300 milliónir krónur, sigur Hanus Hansen. Grein 60 í lógaruppskotinum um fyrisiting av sjófeingi heimilar landsstýrismanninum at luta út menningarkvotur. Í viðmerkingunum til lógaruppskotið um fyrisiting av sjófeingi verða menningarkvoturnar lýstar soleiðis Nýtt í hesum uppskotinum er, at upp til sjey prosent av ávísum veiðirættindum, Føroyar ráða yvir, kunnu setast av til at brúka til vinnuligar menningarætlanir í ávísum økjum í landinum. Endamálið er at kunna stuðla undir virðisøking av sjófeingi í økjum í landinum, har atgongdin til sjófeingi er avmarkað og arbeiðsloysið stórt, sammett við onnur øki, og har til dømis fólkatalið er støðugt minkandi. Mannagongdin verður, at landsstýrismaðurin alment lýsir eftir umsóknum um at fáa lut í hesum veiðirættindum. Tá lýst verður eftir umsóknum, skal greitt tilskilast, hvørjar treytirnar eru fyri at fáa lut í rættindunum. Dentur skal leggjast á, at kvota bert verður latin til átøk og verkætlanir, ið eru við til at stuðla undir vinnuliga menning, virðisøking, arbeiðsmøguleikar og inntøkumøguleikar í økinum. Í reglunum og treytunum, tá lýst verður eftir umsøkjarum til menningarkvotur, skal ásetast, hvussu øki í landinum verða nágreinað og mett, til dømis sýslurnar Suðuroy, Sandoy, Vágoy, Norðstreymoy, Suðurstreymoy, Eysturoy og Norðoyggjar. Til 60. stykki 1. Greinin heimilar, at ein partur av føroyskari kvotu og veiðirættindum kann setast av til at brúka sum liður í vinnuligum menningarætlanum kring landið, við tí endamáli at stuðla undir vinnuligt virksemi og virðisøking burtur úr tí tilfeingi, sum er ogn Føroya fólks, og at ein ávís atkomuligheit eisini má tryggjast kring landið. Ásett er, at í mesta lagi 7 prosent av tøku føroysku kvotuni kann setast av til endamálið. stykki 2 ásetir, at í 2018 kann landsstýrismaðurin fyri norðhavssild víkja frá høvuðsregluni um, at í mesta lagi 7 prosent av tøku føroysku kvotuni kann setast av til menningarætlanir. Orsøkin er, at føroyska kvotan av norðhavssild er hækkað lutfalsliga nógv seinastu tvey árini, og at grundarlag tí er fyri einum størri luti til menningarkvotur í 2018. Ein avmarking er tó sett, soleiðis at í mesta lagi 20 av tøku føroysku kvotuni av norðhavssild kann setast av til menningarætlanir. stykki 3 ásetir yvirskipaðar treytir fyri at fáa lut í menningarkvotu. Talan skal vera um øki í landinum, har atgongdin til sjófeingi er avmarkað, ella arbeiðsloysið er stórt, sammett við onnur øki í landinum, ella øki við støðugt minkandi fólkatali. Grundleggjandi treyt er eisini, at talan skal vera um ætlanir, ið stuðla undir vinnumenning og virðisøking av sjófeingi í viðkomandi øki í landinum. stykki 4. Ásett er mannagongd, sum ber í sær, at tá kvota er sett av, verður lýst alment út eftir umsóknum, har tað greitt er tilskilað, hvørjar treytir galda fyri at fáa lut í kvotu. Her kann talan vera um at seta treytir um til dømis, at veiðan skal landast ella virkast í ávísum øki, ella at felagið skal hava heimstað ávíst stað, soleiðis at hetta stuðlar undir menning av økinum sum heild. Tey, ið søkja um lut í menningarkvotu, skulu lýsa ta menningarætlan, kvotan er liður í, og hvussu virðisøking, virksemi, arbeiðspláss, førleikamenning og inntøkur verða tryggjað. Menningarkvota kann verða latin teimum umsøkjarum og ætlanum, ið verða mettar bestar at lúka treytirnar og røkka málinum við menningarkvotum. Menningarkvotur kunnu ikki avhendast og skulu rinda tilfeingisgjald sambært grein13, stykki 4. stykki 5. Landsstýrismaðurin skal áseta nærri reglur um umsiting og mannagongdir í sambandi við hesa grein. Reglurnar og mannagongdirnar skulu tryggja fult gjøgnumskygni og fastlagda skipan við serkønari og óheftari viðgerð og meting av umsóknum. Herfyri kundi Astrið Foldarskarð avdúkað, at hon er millum tær 30 kvinnurnar, sum leygardagin skulu á pallin í Keypmannahavn, tá Miss Danmark skal kjósast. Seinastu vikurnar hava verið heldur strævnar fyri Astrið Foldarskarð, tí umframt at hava úr at gera í sambandi við kapingina, gongur hon eisini í skúla. Kári Sigvardssen, rakstrarstjóri í oljufelagnum Magn, fortaldi í morgunsendignini, hvussu til ber at fyribyrgja leka á oljutangum. Tilfarið, sum oljutangin er gjørdur úr, hevur týdning, og harnæst spælir tað eisini ein leiklut, hvørt tangin stendur undir jørð ella ikki. Men serliga eru tað tangarnir frá 80unum, sum eru í vanda fyri at leka, siugr Kári Sigvardssen, sum í morgunsendignini gav góð ráð óg vegleiðing i sambandi við lekar frá oljutangum. Í vár vóru tær báðar Jóna Ólavsdóttir Dalsgarð og Bára Akselsdóttir Haraldsen starvslesandi í Stjórnartænastuni á Løgmansskrivstovuni. Har arbeiddu tær við verkætlanini Vit bróta slóð. Í hesum sambandi gjørdu tær eina kanning av, hvussu stovnar landsins arbeiða við innovatión. Endamálið við kanningini var millum annað at geva eitt íkast til manglandi vitan um almenna innovatión í Føroyum. Rita var einkja og átti tvey børn og Aage var skildur og átti eisini tvey børn. Hann var studentaskúlalærari og undirvísti í støddfrøði, alisfrøði og ítrótti. Tað skal vera meira áhugavert hjá fólki at leiga út íbúðir og sethús til fólk, sum mangla okkurt at búgva í. Tað heldur landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, sum tí lokkar við øktum skattafrádrátti. Kristina Háfoss hevur sent eitt lógaruppskot til hoyringar, har mælt verður til at økja fíggjarliga fyrimunin av at langtíðarútleiga bústaðir. Sambært landsstýriskvinnuni eru fýra endamál við lógaruppskotinum at økja útboðið av leigubústøðum til langtíðarleigu fyri betur at møta stóra tørvinum á leigubústøðum, at eggja til, at bústaðir, sum í dag ikki verða brúktir, heldur verða útleigaðir, at fíggjarligi fyrimunurin við at langtíðarleiga gerst størri enn at stutttíðarútleiga, og at leigukostnaðurin yvir tíð kann lækka, tí størri partur av leiguinntøkunum gerst skattafríur. Fyri at røkka málinum ætlar landsstýriskvinnan at hækka skattafría botnfrádráttin, sum í dag er 24.000 krónur um árið, upp í 50.000 krónur um árið. Leiguinntøkur oman fyri 50.000 krónur skulu síðani skattast við 25 prosentum. Sambært Kristinu Háfoss hevur økta ferðavinnan lagt trýst á bústaðarmarknaðin. Tí er neyðugt at gera tað meira áhugavert hjá fólki at langtíðarleiga sínar bústaðir, heldur enn at bjóða teir fram til ferðavinnuna, sigur landsstýriskvinnan. Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti Økja fíggjarliga fyrimunin við at langtíðar útleiga bústaðir er sent til ummælis. Freistin at svara er 4. oktober. Slaktið stendur fyri durum, og aftur í ár ber til at fáa pening fyri skinnini. Oikos tók í fjør móti 34.000 seyðaskinnum og hava tikið ímóti teimum fyrstu í ár. Tað loysir hjá seg at hagreiða skinnið beinanvegin, sigur Jógvan Nordendal. Eitt nú er tað týdningarmikið at lata skinnini kólna, áðrenn tey verða løgd omaná hvørt annað. Er sól og vindur skal roðin venda niður eftir, so tey ikki skortna. Sum nakað nýtt, fæst í ár betri prísur fyri morreyð og grá skinn og fyri hvít svart flekkut. Hetta er helst tí fleiri einslitt svørt og hvít íslendsk og norsk eru á marknaðinum, sigur Jógvan Nordendal. Í fyrsta umfari fara skinni til Polland til garvingar, men føroyska felagið arbeiðir eisini við teimum. Fyritíðarpensjónirnar skulu hækka við 3.000 krónur um mánaðin yvir tvey ár. Tað er kravið frá Sonju Jógvansdóttir til samgonguna, nú samráðst verður um fíggjarlógina fyri 2018. Tað er einasti bólkur sum einki hevur fingið buturúr framgongdini í samfelagnum seinastu árini, sigur hon Uppteljingin hjá javnstøðunevndini í 2016 vísir, at javnstøðan í almennum nevndum, ráðum og líknandi er batnað við 9 prosentum síðan 2000. 18 av í alt 149 nevndum og ráðum hava bara menn, sum nevndarlimir, men bara ein nevnd hevur bara kvinnuligar nevndarlimir, tað er ein nevnd undir Almannaráðnum. 51 av 149 nevndum hava ikki javnstøðu. Heilsu og Innlendismálaráðið hevur 27 ráð og nevndir. 7 av teimum hava ikki javnstøðu og fimm hava bara mannligar nevndarlimir. Slættaberg keypti 3.000 tons av norðhavssild, Norðborg 2.000, Næraberg 900, Jupiter og Tummas T keyptu 866 tons í part, og Finnur Fríði og Tróndur í Gøtu keyptu 433 tons í part. Slættaberg keypti 2.700 tons av svartkjafti, Næraberg 2.500, Norðingur 1.900, Hoyvík 1.400, Tummas T 497 tons og Borgarin 298 tons. Við søluni í dag hevur landskassin fingið tilsamans umleið 136 milliónir krónur fyri norðhavssild, svartkjaft og markel og botnfisk í Barentshavinum í ár. Tað er sera trupult at fáa starvsfólk til fiskaarbeiði í løtuni, sigur Steinolvur Gudmundson, framleiðsluleiði á Fiskavirkinum í Norðagøtu. Tað er serliga trupult at fáa fólk í langtíðarstarv, sigur hann. Fólk, sum langtíðarleiga íbúð, kunnu gleða seg til eitt sindur meira liggur eftir á kistubotninum. Kristina Háfoss fær stuðul frá pørtum av anstøðuni fyri at hækka botnfrádráttin fyri leiguinntøkur av langtíðarleigu. Jørgen Niclasen væntar, at uppskotið fær undirtøku í andstøðuni, tí er eitt fet á rættari leið. Jørgen Niclasen ivast ikki í, at hækkanin úr 2.000 skattafríum krónum um mánaðin til 4.000 skattafríir krónir um mánaðin, fer at økja útboðið av leigubústøðum og bøta um bústaðartrupulleikarnar Fyri at sleppa undan, at tey, sum hava adressu á útoyggj, men í roynd og veru búgva aðrastaðni, fáa part av útjavningarstuðlinum, verður neyðugt at endurskoða reglugerðina, soleiðis at kommunur gera eitt yvirlit yvir, hvør veruliga býr í oynni. Útjavningarstuðulin verður brúktur til at javnviga kostnaðin, sum tað kostar meira at flyta búnaðarvørur og annan farm hjá teimum, sum búgva fast á útoyggj. Eitt nú flytur Ritan nærum allan farm til Svínoyar og Fugloyar, sum ikki vigar meira enn 800 kilo fyri hvørja vørusending ella kolli. Og Sildberin tekur allan farm til Skúvoyar, sum ikki vigar meira enn 800 kilo fyri hvørt kolli. Hestur, Nólsoy og Kalsoy hava bilferjusamband, og tí eru eingir eykatúrar til hesar oyggjar við til dømis rúgvismiklum byggitilfari, sigur Henrik Old í svarinum til Jónleif Johannesen. Landsstýriskvinnan í mentamálum vil broyta fólkaskúlalógina, so tað verður landsstýrisfólkið, ið skal gera av, um landsroyndir skulu haldast ella ikki. Teir eru ungir, teir spæla villan harðan tónleik, og nú eru boð eftir teimum á kenda, legendariska klubbanum í Los Angeles, sum nevnist Wiskey A Gogo. Bólkurin, Sperol, ið er mannaður við fýra ungum monnum úr Tórshavn, hevur eina spennandi tíð fyri framman. Um miðjan november fara teir til Los Angeles at hava tvær konsertir. Talan er um heimskenda klubban, har eitt nú Aerosmith og Metallica hava spælt. Eg sendi bara nakrar teldupostar runt til ymisk fólk í tónleikavinnuni, og so var tað ein maður frá Whiskey A Gogo, sum svaraði mær. Hann vildi fegin hava okkum at spæla tvey kvøld, og tað eru vit sjálvandi ovurfegnir um, sigur Pætur Joensen, forsangari í bólkinum. Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn tóku undir við hesum í andstøðu, so nú somu flokkar siga við valdið, eigur ikki at vera nakar trupulleiki at seta í gildi skattafrádrátt fyri fakfelagsgjaldið. Sonja Jógvansdóttir hevur sett samgonguni fleiri krøv, nú samráðst verður um fíggjarógina fyri næsta ár. Hon vil ikki avdúka, hvørji fleiri av málunum eru, men hon hevur fyrr sett sum treyt, at fólk, sum eru limir í fakfeløgum, skulu kunna draga gjaldið til fakfelagið frá í skattinum. Tað sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, í svari til partakvinnuna Óluvu Klettskarð, sum spurdi um lánimøguleikar hjá fólki, ið seta búgv á útoyggj ella smáplássum, og hvat landsstýriskvinnan fer at gera fyri at loysa ójøvnu fíggingar viðurskiftini hjá fólki í ymsum pørtum av landinum. Kristina Háfoss svarar, at meðan stórur munur er á sethúsaprísunum í høvuðsstaðnum og á smáplássum, so er kostnaðurin av at byggja eini hús áleið tann sami. Men tá húsini á útoyggj eru liðug, kunnu tey neyvan seljast fyri meira enn ein brotpart av byggikostnaðinum, meðan húsini í høvuðsstaðnum kunnu seljast fyri byggikostnaðin ella meira. Tí krevja lánveitarar nógv størri eginfígging frá fólki, sum byggja nýggj hús á útoyggi, staðfestir landsstýriskvinnan, sum tó ikki sær nakran møguleika hjá tí almenna at gera nakað við støðuna. Tá umræður fleiri átøk í mun til lántøku, so verður mælt frá at tað almenna við fíggjarligum átøkum, so sum veðhaldi, fer at eggja til, at fólk taka lán, ið virðið á ognini ikki samsvarar við, sigur Kristina Háfoss í svarinum til Óluvu Klettskarð. Í svari til partakvinnuna Honnu Jensen upplýsir Poul Michelsen, landsstýrismaður, at tað hevur fyrstu raðfesting at umskipa bygnaðin innan ferðavinnuna, soleiðis at føroyska samfelagið gerst betur før fyri at taka við teimum avbjóðingum og møguleikum, ferðavinnan skapar. Ábyrgdarbýtið millum land og kommunur skal vera greiðari, og ein nýggj menningardeild skal setast á stovn undir Visit Faroe Islands. Menningardeildin skal seta ferð á ferðavinnumenningina kring landið, eitt nú við nýggjari stuðulsskipan, sum hevur til endamáls at stuðla menningarátøkum og verkætlanum í ferðavinnuni kring landið. Skal ferðavinnan í Føroyum gerast ein sólskinssøga, er tað avgerandi, at menningin eisini verður at síggja á útoyggj. Avbjóðingin við at menna nýggj tilboð á útoyggj er ofta, at fólkagrundarlagið er í so lítið og at miðalaldurin hjá borgarum á hesum støðum er lutfalsliga høgur, staðfestir landsstýrismaðurin í ferðavinnumálum. Poul Michelsen vísir á, at nýggj ferðavinnutilboð á útoyggj og smáplássum oftast krevja bæði fígging og starvsfólkaorku uttanífrá. Lógaruppskotið, sum skal skipa innlendis ferðavinnuna, verður sent til hoyringar í hesum mánaðinum. Og menningardeildin verður sett á stovn fyrst í 2018, upplýsir landsstýrismaðurin í svari til Honnu Jensen. Olivia Hansen, lærari í Fuglafjarðar skúla, gleðir seg eisini til nýggi skúlin stendur klárur í 2020, men Olivia er ikki sein at siga, at karmarnir er eitt, men innihaldi í karmunum, altso næmingarnir, hava sanniliga eisini nógv at siga. Morgunsendingin hevur vitja gamla skúla í Fuglafirði, sum var bygdur í 1936 og nú verður tikin niður, og nýggjur skúli verður bygdur og stendur klárur í 2020. Nýggi skúlin verður klárur í 2020 og meðan bygt verður, verða skúlaflokkarnir fluttir í bygningin sum handilin Føroya Keypsamtøka hevði. Kommunan eigur tann bygningin. Hetta hevur havt við sær, at Ragnhild, sum ein av 22 næmingum av teimum 300, sum ganga á skúlanum, er boðin til London á eina av størstu designmessunum í Onglandi, London Design Fair. Stefan Zweig var eysturríkskur rithøvundur, ið skrivaði um Europa. Og nú Zweig er aktuellur á føroyskum, samstundis sum filmur verður vístur um sermerkta rithøvundan, viðgera og umrøða vit hvønn týdning skaldskapur hansara hevur í dag. Vit fáa vitjan av Knúti Olsen, ið hevur umsett Zweig til føroyskt, Bergur Djurhuus Hansen, bókmentafrøðingur, fer at meta um skaldskap og týdning Stefan Zweig, eins og Birgir Kruse, filmsserfrøðingur, fer um umrøða aktuella filmin um Zweig. Sunnudagin fara týskarar á val til Ríkisdagin. Og hvat eyðkennir týska valið og sterka landið í Europa í dag. Vit umrøða og viðgera Týskland og týska valið saman við Jógvani Mørkøre, samfelagsfrøðingi, eins og Týskland eisini verður reyði tráðurin í Eyðgleiðingini, sum verður mannað av Sólvit Nolsøe og Siri Tórgarð. Og Svøríki og Land í eygsjón verður evnið, tá Sunnuva Bæk og Svante Henryson vitja um runda borðið. Og Dagsins sang og tónaborna klassikara finna vit trý ár eftir deyða Stefan Zweig, nevniliga frá 1945, og vi The Andrews Sisters. Tú kanst hoyra sendingina her Tørvur er á bústøðum kring landið, men tørvurin er størstur í høvuðstaðarkommununi. Heðin Mortensen heldur ikki, at skattafrádrátturin av útleigu loysir bráðtørvin, men at landið burdi lagt størri dent á at byggja fleiri íbúðir. Hann heldur hetta vera ein fyrimun fyri tey, sum eiga, og ikki tey, sum leiga, tí útleigarar fáa ein skattalætta. Sambært Heðini Mortensen, átti landið at brúkt meira orku uppá at byggja fleiri bústaðir fyri at bøta um bústaðartrupulleikarnar, so man kann tryggja leigarum kvalitet. Harafturat kann útboðið kann bert møta eftirspurninginum, um meira verður bygt. Landið átti at gjørt eitt størri átak, so man fær loyst trupulleikan við bústaðartroti, sigur Heðin Mortensen. Hann skjýtur upp at seta eina fyribils lóg í verk, sum loyvir øllum aktørum á banan, so meira verður bygt komandi árini. Hvat er land í eygsjón Tað er tað, sum sjórænarar rópa, tá ið teir síggja land, sigur Sunnvá Bech, sum arbeiðir í Norðurlandahúsinum. Hesa ferð er Svøríki í eygsjón. Vit vitja Jensinu, Rasmus og Berg, tí tey venja sangir, sum vit kenna frá søgum, sum Astrid Lindgren hevur skrivað. Anna Fríða og Óðin, sum ganga í 1.flokki í Lítla Skúla, sita og tekna Pippi og aðrar tekningar, sum skulu á stórskíggja í Norðurlandahúsinum. So nærkast Vísindavøkan 2017, sum Granskingarráðið skipar fyri. Tey skipa fyri kappingini Ársins Vitanarfróðu. Næmingar í 5.flokki í Eysturskúlanum í Havn hava teknað seg til kappingina. Tey hava valt at granska sápu. Men hetta var eisini seinastu ferð ungi maðurin fór til arbeiðis. Gunnar doyði av løstunum hann fekk, tá ein plattur av frystum makreli brotnaði og datt niður í lastina, har hann stóð Í dag eru 3 ár liðin síðani hesa lagnu nátt og enn er ógreitt hví hann steig út undir plattin. Kanska steig hann út, kanska hann gleið, sigur Leivur Persson, stjóri á Arbeiðseftirlitinum. Eftir sita tey avvarðandi við nógvum ósvaraðum spurningum og eini kenslu av órætti, tá arbeiðsgevarin fekk eina bót uppá 40.000 krónur. Arbeiðseftirlitið staðfesti í síni frágreiðing millum annað, at platturin, sum brotnaði og datt niður í lastina ikki var egnaður til endamálið. Seinastu fimm árini hava í alt fimm deyðsvanlukkur verið á føroyskum arbeiðsplássum. Tað er í miðal ein um árið, og tað er nógv meira enn í okkara grannalondum. Fara vit eitt ár longur aftur í tíðina tann 13. september í 2013, fór ein annar ungur havnarmaður til arbeiðis og kom ongantíð heim aftur. Reimar Djurhuus arbeiddi við fótbóltsvøllin á Argjum hjá Húsavarðatænastuni, men undir arbeiðinum var hann raktur av einum betongelementi og doyði av løstunum. Lága bótin var ikki í lagi, hildu fleiri politikarar, og Sonja Jógvansdóttir kallaði upphæddina láturliga í tinginum í november í 2015. Henrik Old, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum lovaði, at bøturnar skuldu hækka. Enn er tó einki hent. Sambært Leivi Persson, stjóra á Arbeiðseftirlitinum, kann ein orsøk vera, at vit hava nógva tunga vinnu, sum er vandamikil. Hann dylir heldur ikki fyri, at hann heldur ein samanhang vera millum mongu vanlukkurnar og manglandi eftirlitið, sum var ein avleiðing av sparingum frá 2008 til 2015 og at Arbeiðseftirlitið varð skorið inn á bein í 2011. Haraaftrat skulu vit vera varðin við at samanbera tølini, tí tað kunnu vera marginalar, sum avgera, um ein persónur doyr ella ikki av eini vanlukku, og tá kann tað vera trupult at samanbera føroysku tølini við onnur, tí talan er um so fá fólk í Føroyum, sigur Leivur Persson. Men ger man tað kortini altso samanber tølini, eru fýra ferðir so nógvar deyðsvanlukkur á føroyskum arbeiðsplássum sum á eitt nú donskum. Í kjalavørinum av hesi røð av deyðsvanlukkum í 2012 í 2013 og 2014 segði landsstýrismaðurin í arbeiðsmálum, Henrik Old, at hann vildi hava fleiri broytingar, so trygdin á føroyskum arbeiðsplássum verður betri. Í 2015 hækkaði játtanin til Arbeiðseftirlitið fyri fyrstu fer í nógv ár. Í 2015 fekk Arbeiðseftirlitið 720.000 krónur meira at arbeiða við, og árið eftir fekk Arbeiðseftirlitið 600.000 krónur aftrat til sálarligt arbeiðsumhvørvi. Enn er játtanin ikki komin upp á tað, sum hon var í 2008 Játtan frá 2008 2008 4.706 milliónir 2009 3.481 milliónir 2010 3.536 milliónir 2011 2.809 milliónir 0,5 milliónir í eykaj. til frafaringarlønir 2012 2.809 milliónir 2013 2.809 milliónir 2014 2.809 milliónir 2015 3.519 milliónir 2016 4.119 milliónir 2017 4.119 milliónir 2.120 milliónir Vegna samanlegging við Brunaeftirlitið Gongdin á Arbeiðseftirlitinum 2011 Vegna sparingar verða 6 starvsfólk tað er 50 av stovninum søgd úr starvi. Stovnurin verður niðurlagdur, og gerst ein deild hjá Heilsufrøðiligu starvstovuni. 6 starvsfólk eru eftir upprunalig 12. 10 ár áðrenn starvaðust umleið 15 fólk á stovninum, 2013 Samanleggingin við Heilsufrøðiligu starvstovuna verður staðfest við lóg. 2015 Játtanin til Arbeiðseftirlitið hækkar. Starvsfólkatalið á Arbeiðseftirlitinum hækkar frá 6 til 7. Talið av eftirlitum í byggivinnuni hækkar við 1000 10 faldast 2015 Arbeiðseftirlitið og málsøkið arbeiðsmarknaðurin verður flutt frá gamla Vinnumálaráðnum til nýggja Samferðslumálaráðið. 2016 Játtanin hjá Arbeiðseftirlitinum hækkar. Starvsfólkatalið hækkar frá 7 til 8 fólk. Sálarfrøðingur verður settur í starv og stovnurin byrjar at hava virksemi í mun til sálarliga arbeiðsumhvørvi 2017 Arbeiðseftirlitið, sum enn var partur av Heilsufrøðiligu starvstovuni, og Brunaeftirlitið, sum enn var partur av VØRN, verða løgd saman í ein sjálvstøðugan stovn, ið eitur Arbeiðs og brunaeftirlitið. Samlaða starvsfólkatalið er 12 fólk. Deyðsvanlukkur á føroyskum arbeiðsplássum seinastu 10 árini arbeiðsvanlukkur á sjónum eru ikki taldar við 2017 0 higartil 2016 2 2015 0 2014 1 2013 1 2012 1 2011 0 2010 0 2009 1 Stødd á sektum Hægsta sekti til og við 2015 var 20.000 krónur Síðan 2016 er hægsta sektin 40.000 krónir og kann tískil vera praksis framyvir. Evropa liggur í sori, tá ið Stefan Zweig skrivar bókina Die Welt von Gestern í Brasil, hagar hann er rýmdur undan nasistunum, ið hava brent hansara bøkur. Vit tosa við týðaran Knút Olsen, og vit viðgera rithøvundan og hansara lívsverk og týdning fyri eftirtíðina saman við Bergi Djurhuus Hansen, lektara í bókmentum. Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, í svari til Kristionnu Winther Poulsen í Javnaðarflokkinum, sum hevur spurt um málið. Tá fólk verða løgd inn á Landssjúkrahúsið í sambandi við sjálvmorðsroynd, er vanliga mannagongdin, at tey fáa boðið samrøðu við psykiatara. Ein annar møguleiki er at fáa boðið uppfylgjandi samrøður, ella at verða lagdur inn á Psykiatriska depilin, verður tað mett skilabest. Í løtuni arbeiðir Landssjúkrahúsið við eini granskingarverkætlan á intensivu deild, sum hevur til endamáls at finna øll tey, sum hava verið innløgd við heilivágseitran, og hvussu nógvir av hesum tilburðum eru sjálvmorðsroyndir. Í grannalondunum hava verið færri tilburðir av hesum slagi av eitran, og varhugin er, at sama er galdandi í Føroyum, sigur Sirið Stenberg millum annað í svarinum til Kristionnu Winther Poulsen. Men ætlanin er at útvega eitt breitt úrval av bústaðarloysnum í samstarvi við byggifeløg og pensiónsfeløg, sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Havn. Fyri at farmur kann koma undir reglugerðina, skulu sendarin og ella móttakarin hava fastan bústað í útjaðaraøkinum sambært skrá hjá Landsfólkayvirlitinum, verður sagt í svarinum. Fyri at umgangast, at tey, sum hava adressu á útoyggj, men í roynd og veru búgva aðrastaðni, fáa part av útjavningarstuðlinum, verður neyðugt at endurskoða reglugerðina til dømis soleiðis, at kommunurnar sjálvar gera eitt yvirlit yvir, hvør veruliga er fastbúgvandi á ávísu oynni. Á tann hátt kann játtanin eisini røkka longur, sigur landsstýrismaðurin í svarinum. Løgtingið samtykti í vár at játta pening til parkeringskjallara á niðastu hædd í nýggja bygninginum. Tað kravdi meira spreingiarbeiði, men nú verður farið til næsta byggistig. Bátar eru nú komnir at liggja fyribils við nýggju brúgvarnar fyri at fáa alt at ganga upp. Tað sæst á heimasíðuni hjá Klaksvíkar Kommunu. Norðasta brúgvin og ein av sunnaru brúgvunum eru so gott sum klárar, og longu nú liggja nógvir bátar við nýggj pláss. Hetta er tó ein fyribilsloysn, tí bátarnir mugu flytast frá gomlu plássunum, so hvørt, sum gomlu brúgvarnar verða skiftar út við nýggjar. Tað verður eisini pláss fyri fleiri bátum, tá nýggju brúgvarnar eru lagdar út. Hesi verða útlutaði av nýggjum, áðrenn brúgvarnar verða handaðar kommununi. Fyri at farmur kann koma undir reglugerðina, skulu sendarin og ella móttakarin hava fastan bústað í útjaðaraøkinum sambært skrá hjá Landsfólkayvirlitinum. Men neyðugt er at endurskoða reglugerðina, heldur Henrik Old, landsstýrismaður í Samferðslumálum. Í svari til fyrispurning frá Jónleifi Johannesen, tingmanni, sigur Henrik Old Fyri at umgangast, at tey, sum hava adressu á útoyggj, men í roynd og veru búgva aðrastaðni, fáa part av útjavningarstuðlinum, verður neyðugt at endurskoða reglugerðina til dømis soleiðis, at kommunurnar sjálvar gera eitt yvirlit yvir, hvør veruliga er fastbúgvandi á ávísu oynni. Játtanina til útjavningarstuðul er ein millión, men játtanin var uppi fyrr í ár, tí hevur landsstýrismaðurin biðið um hálva millión í eykajáttan. Landsstýrið situr í løtuni og arbeiðir við fíggjarlógaruppskotinum fyri komandi ár, og Henrik Old, landsstýrismaður, ætlar at fáa meira pening settan av til útjavnignarstuðul til flutning á fíggjarlógini fyri 2018. Løginsskrivstovan skal hava uppskotið tríggjar yrkadagar, áðrenn tað verður lagt fyri løgtingið, so umsitingin kann eftirkanna uppskotið. Tað vil siga, at fíggjarmálaráðið skal vera liðugt við uppskotið í seinasta lagi týskvøldið á miðnátt. Sonja Jógvansdóttir, uttanflokka tingkvinna, sum er 17. atkvøðan hjá samgonguni, segði fyrr í vikuni, at hon hevur nøkur krøv til fíggjarlógina. Hon segði, at fyritíðarpensjónirnar skulu hækka 3000 krónur komandi tvey árini. Evnini í brøvum hesaferð sveima nokkso víða fyrsta brævið er frá einum bygdarbúgva, sum ikki er so glaður fyri at klokkan ringir tíðliga sunnumorgun, meðan næsta brævið viðger tann altíð viðkomandi spurningin, hvussu nógv foreldur skulu blanda seg í óruddiligum tannáringakømrum, og nær tannáringar sjálvir skulu gjalda fyri tað, tey vilja hava. Síðsta brævið er frá einum starvsfólki á einum samanlagdum stovni, sum saknar samanhald, nú tveir stovnar eru vorðnir til ein. Nú frystibokirnar kring alt landið eru á tremur við náta, hava vit biðið Ørvaroddar grilla koma á gátt at matgera, so teir fara at bjóða náta á ein heldur øðrvísi hátt, enn tey flestu okkara eru von við, hann verður nevniliga grillaður. Ein kapping er á skránni, og eisini frætta vit um ymisk tiltøk, sum eru kring um landið í dag, og um tú ikki ert komin á mál við at mála húsini, garðin ella takið, nú heystið er komi, spyrja vit fakfólk, um tað enn er ráðiligt at mála uttandura. Sostatt er hoyringin seinkað. Kristina Háfoss sigur í dag, at tey hava brúk fyri eitt sindur av tíð afturat at viðgerða uppskotið um pensjónsnýskipan. Umsóknarfreistin var í gjár, men Birgir Nielsen, nevndarformaður í PF Betri, vil ikki siga hvussu nógvar umsóknir eru til starvið, hann vil heldur ikki siga hvussu nógvir menn ella kvinnur søktu, og um bæði føroyingar ella útlendingar hava søkt. Vit hava fleiri evni, sigur nevndarformaðurin, sum sigur, at farið nú verður undir tilgongdina at seta nýggjan stjóra. Birgir Nielsen vónar, at nýggi stjórin fyri PF Betri er settur fyrsta desember ella fyrsta januar. PF Betri er eitt av størstu samtøkunum í Føroyum. PF Betri er móðurfelag í Betri samtakinum, og dótturfeløgini eru Betri Trygging, Betri Pensjón, Betri Banka og Betri Heim, sum er dótturfelag hjá Betri Banka. Vanliga plaga nógv fólk at vera við, bæði tjørnuvíkingar, avbygdafólk og útlendingar. Í ár vóru 140 fólk við, og tað eru rættiliga nógv. Jógvan Magnussen, formaður í Staksnevndini, sigur, at 15 seyðir vóru tiknir í dag, og sambært Jógvani Magnussen er tað eitt miðalár, og seyðurin er væl fyri. Vanliga plaga nógv fólk at vera við, bæði tjørnuvíkingar, avbygdafólk og útlendingar. Í ár vóru 140 fólk við, og tað eru rættiliga nógv. Jógvan Magnussen, formaður í Staksnevndini, segði, at upprunaliga skuldu eini 200 fólk vera við, og tað er eitt sindur ov nógv. 15 seyðir vóru tiknir í dag, og sambært Jógvani Magnussen er tað eitt miðal ár, og seyðurin er væl fyri. Í dag kunnu 61, 5 milliónir fólk í týsklandi fara á val. Teir skulu í dag avgera, hvørji skulu manna Samveldistingið, og hvør skal vera kanslari tey nærstu fýra árini. Síðani 2005 hevur Angela Merkel, sum umboðar flokkin CDU, verið kanslari, og hon er eisini ein av topp kandidatunum til kanslara embætið hesaferð. Stóri mótkandidatur hennara er Martin Schultz frá sosialdemokratiska flokkinum SPD. Týskarar, sum fara á val í dag, hava tvær atkvøður. Umframt at velja kanslara, skulu týskarar eisini velja ein kandidat í teirra valdømi. Tann kandidaturin, sum fær flest atkvøður í einum valdømi, fer beinleiðis í Samveldistingið. Eitt kirkjuráðsval fer fram sum eitt hvørt annað fólkaræðisligt val. Listar verða gjørdir, tað eru stillarar og valevni, og síðani fara limir í fólkakirkjuni á val. Eitt kirkjuráð er tað staðbundna ráðið, sum hevur ábyrgd av kirkjuni á staðnum tað verið seg eitt nú fíggjarviðurskifti, val av klokkara, urguleikara og onkuntíð val av presti. Løgreglan var í býnum og kom á staðið fáar minuttir seinni, men tá var álopni maðurin einsamallur. Hann hevði fingið onkrar smærri løstir, so løgreglan koyrdi hann á sjúkrahúsið. Um maðurin álopni maðurin ætlar víðari við málinum, hevur løgreglan hampiligar persónslýsingar av teimum báðum, sum lupu á mannin. Løgreglan hevur tó einki navn ella annað at fara víðari við. Klokkan fýra fekk løgreglan boð um, at nakrir føroyingar og nakrir útlendingar vóru vorðnir ósamdir við eitt skeinkistaði í Havn, men løgreglan fekk tosað menninar til sættis. Umleið klokkan hálvgum fýra í morgun ringdi ein maður til løgregluna. Hann greiddi frá, at hann hevði verið uppi at toppast við ein, hann kendi. Hann var ikki fullvísur í, um hann vildi melda, men leitaði sær vegleiðing og fór at taka støðu til tað í dag. Tá avtornaði taldist fyrrverandi svimjitalentið millum 15 tær vakrastu kvinnurnar sambært dómarunum. Tilsamans 30 kvinnur vóru í finaluni. Hóast Astrið Foldarskarð ikki gjørdist Miss Danmark 2017, vann hon heiðurin sum Miss Photogenic 2017. Hesa kappingina vann hon, tí hon hevði fingið flest atkvøður á Facebook, har fólk kundu dáma eina mynd av føroyska sprundinum. Í morgin klokkan tíggju fer Lars Olsen, landsliðsvenjari hjá monnum, at boða frá, hvørjar 23 mans hann ynskir at hava við í dystunum móti Lettlandi og Ungarn í oktober. Talan er um spennandi dystir, ikki minst tí, at Føroyar hava fingið góð úrslit móti júst hesum londum. Tá Føroyar spældu í móti Ungarn á Tórsvølli fyri einum ári síðani, endaði dysturin við málleysum javnleiki. Og tá Føroyar stutt aftan á spældu í móti Lettlandi á útivølli, vunnu vit 2 0. Ungar kvinnur, sum roykja illa, áðrenn tær eiga sítt fyrsta barn, eru í munandi størri vanda at fáa bróstkrabba, tá tær blíva eldri. Og vandin minkar ikki, hóast tær gevast at roykja. Tað vísir ein stór kanning, sum granskarar á universitetinum í Keypmannahavn hava gjørt. Granskararnir hava fylgt við 21.000 donskum sjúkrarøktarfrøðingum í meir enn 15 ár. Hetta veit danska blaðið Jyllands Posten at siga. Granskararnir kunnu nú við vissu siga, at kvinnur, sum roykja, at vandin at fáa bróstkrabba er 27 prosent størri samanborið við kvinnur, ið ongantíð hava roykt. Jú meira og í longri tíð kvinnurnar roykja, jú størri gerst vandin at fáa krabbamein í bróstini. Royking er serliga vandamikil fyri tær kvinnurnar, sum eru byrjaðar at roykja á ungum árum, og sum tá hava roykt illa. Vandin fyri, at tær fáa bróstkrabba, er øktur við ikki færri enn 58 prosentum, siga granskararnir. Við hesi kanningini ber til at staðfesta, at tað ger ongan mun í sambandi við bróstkrabba, um ein kvinna gevst at roykja, um hon, áðrenn hon fekk fyrsta barnið, roykti millum 15 og 20 sigarettir í 10 ár. Hetta er fyrstu ferð, at tað er prógvað, at royking spælir ein stóran leiklut í sambandi við krabbamein í bróstunum. Eftir at myndugleikarnir ávaraðu fólk á indonesisku oynni Bali um møguliga gosið, eru eini 34.000 fólk flutt burtur minst níggju kilometrar frá gosfjallinum. Dagurin hepnaðist væl í gjár. Vit eru væl nøgdir við tað slaktið, vit tóku inn, og seyðurin er í sera góðum standi, sigur Róin Schrøter. Umstøðurnar at fara eftir seyði í oynni vóru annars ikki tær bestu í gjár. Landssynningur er ikki besta ætt, og streymurin er harður í løtuni. Men veðrið hevur verið gott seinastu dagarnar, og vit ráðførdu okkum við veðurkøn, og tóku so avgerð um at fara, sigur Róin Schrøter. Men í sama umfari tryggjaði 07 Vestur sær trý týdningarmikil stig móti B36, og hetta saman við málleysa javnleikinum millum KÍ og HB merkir, at FM leiðslan hjá Víkingi framvegis er í tryggari legu. Víkingur TB FCS Royn 2 3 1 0 Adeshina Lawal 10 1 1 Salmundur Bech 48 1 2 Stefan Radosalevic 54 2 2 Hanus Jacobsen 75 2 3 Stefan Radosalevic 83 07 Vestur B36 4 3 1 0 John Frederiksen 19 1 1 Meinhard E. Olsen 39 2 1 Holgar Durhuus 44 2 2 Erlendur Magnusson 45 3 2 John Frederiksen 45 3 3 Meinhard E. Olsen 63 4 3 John Frederiksen 89 Hann hevur spælt dyst fyri eykaliðið hjá Molde, og venjarin hjá honum, Ole Gunnar Solskjær, hevur sagt við Lars Olsen, at hann er klárur at spæla. Brandur Olsen, sum dagliga spælir fyri Randers, er framvegis skaddur, og tí er hann ikki úttikin. Hann verður væntandi klárur í desember. Hópurin Gunnar Nielsen FH Hafnafjørður Teitur M. Gestsson HB Trygvi Askham EB Streymur Jón T. Næs ÍBV Viljormur Davidsen Vejle Atli Gregersen Víkingur Odmar Færø B36 Ári M. Jónsson HB Rógvi Baldvinsson Bryne BK Johan Troest Davidsen HB Sonni Ragnar Nattestad Molde FK Pól Johannus Justinussen NSÍ Kaj Leo í Bartalsstovu ÍBV Gilli R. Sørensen SK Brann Rene Shaki Joensen Grindavik Fróði Benjaminsen Víkingur Sølvi Vatnhamar Víkingur Karl Løkin NSÍ Róaldur Jakobsen B36 Hallur Hansson AC Horsens Klæmint A. Olsen NSÍ Patrik Johannesen B36 Jóan Símun Edmundsson OB Appin er brúkaravinarlig, og til ber at gera kortið størri og flyta tað runt við at nýta fingarnar á sama hátt, sum tá ein hyggur eftir myndum á telefonini. Blátt stendur fyri kyrrindum, grønt fyri einum metri um sekundið, gult fyri tveimum og reytt fyri trimum metrum um sekundið og oman fyri tað. Hetta svarar til ávikavist tvær, fýra og seks sjómíl. Menningin av nýggju appini er ein felags verkætlan millum Fiskaaling, sum hevur staðið fyri verkætlanarleiðslu og ráðgeving, Fróðskaparsetur Føroya, ið hevur veitt grunddáta, fyritøkan Magnussen Technology, ið er tøkniligur ráðgevi, sniðgevi og forritari, meðan Appin, sum er ment til at virka á bæði Iphone og Android, kann heintast á heimasíðuni, har eisini ein vegleiðing er tøk. Tilfeingi er felags tema fyri sjálva Vísindavøkuna, sum verður hildin fríggjadagin 29. september, har Fiskaaling fer at hava ein bás, sum millum annað fer at lýsa partar av virkseminum hjá Fiskaaling í filmsbitum. Hundurin Bosse er av slagnum Pomeranian. Hann er lítil í vøkstri og hevur stóran ullintan pels. kappingini var hann mettur eftir bygnaði, gongulagi, vakurleika og hvussu dámligur og fryntligur hann er. Ætlanin er, at Bosse seinni, skal luttaka í kapping í Danmark, og Fríða Matras Brekku, forkvinna í Hundaeigarafelag Føroya, heldur at Bosse hevur góðar møguleikar í hesi kapping. Myndin er av 81 ára gamla Torbirni Joensen, sum sæst standa í føroyskum klæðum í stýrhúsinum í einum av flogførunum hjá Atlantic Airways. Eg eri altíð í føroyskum klæðum, tá eg ferðist. Tá eigur mann at vera pent ílatin, og eg eigi satt at siga einki annað, sum er líka pent, sigur Torbjørn Joensen. Í morgunsendingini greiddi hann frá teimum ymisku eplaveltunum, sum verða brúktar í Føroyum, og hvørji sløg av seteplum roynast væl. Týska fólkið ynskir nýggja politiska dagssrká. Tað vísti úrslitið, sum kom fram á valinum í gjár. Hóast Merkel vann valið, fekk hon stóra afturgongd. Sama var galdandi hjá flokki hennara CDU, sum saman við sínum systurflokki, CSU, tilsamans fingu 33 prosent av atkvøðunum. Hetta talið er høgt, men munandi lægri enn á valinum í 2013, tá hesir báðir flokkarnir tilsamans fingu 41,5 av atkvøðunum já veljarunum. Hetta er ein afturongd á 8,5 . Alternative f r Deutschland AfD , sum bleiv stovnaður í 2013, fekk 12,6 av atkvøðunum. Flokkurin er kendur fyri, at vera harðliga ímóti at loyva flóttafólkum inn í landið Team Klaksvík hevur vunnið tveir av trimum dystum í hondbóltskappingini í ár, og tí er tað longu nú greitt, at felagið fær sítt besta ár í langa tíð. Leivur Persson, stjóri í Arbeiðs og brunaeftirlitinum sendi herfyri Fuglafjarðar Kommunu eitt skriv um endaliga nýtsluloyvið og harvið eisini endaligu brunagóðkenningina av uppsjóvarvirkinum Pelagos. Fuglafjarðar Kommuna hevur nevnliga enn ikki givið virkinum endaligt nýtsluloyvi, men virkið koyrir við einum fyribils loyvi. Fríggjadagin 15. septembur fekk Fuglafjarðar Kommuna skrivið, og Arbeiðs og brunaeftirlitið vil vita, hvørjum fyritreytum raksturin av virkinum er skipaður eftir. Tá eitt virkið hevur fingið endaligt nýtsluloyvi, og er tikið í nýtslu, er ábyrgdin ikki longur hjá kommununi, men tá hevur arbeiðs og brunaeftirlitið rakstrareftirlit. T.v.s., at tey kanna, um veruligi raksturin av bygninginum er í tráð við nýtsluloyvi, sum kommunan hevur veitt. Pelagos er tó í tí serstøðu, at einki endaligt nýtsluloyvi er givið, og tískil hevur Arbeiðs og brunaeftirlitið enn ikki havt rakstrareftirlit við Pelagos, hóast virkið koyrir við fullari skrúvu. Leivur Persson, stjóri í Arbeiðs og brunaeftirlitinum spyr Fuglafjarðar Kommunu hesar spurningar í skrivinum Hvørjir manglar skulu fáast í rættlag, áðrenn bygningurin fær endaligt nýtsluloyvi Hevur kommunan í samband við fyribils nýtsluloyvið álagt Pelagos avmarkingar ella aðrar sertreytir í samband við nýtsluna raksturin av bygninginum, til bygningurin lýkur treytirnar fyri at fáa endaligt nýtsluloyvi Nær metir kommunan, at endaligt nýtsluloyvið verður givið Pelagos Sonni á Horni, borgarstjóri í Fuglafjarðar Kommunu segði við útvarpi 23. august, at enn manglaði nakað í, fyri at virkið kundi fáa endaligt nýtsluloyvi og endaliga brunagóðkenning, men júst, hvat manglar, veit borgarstjórin ikki. Hann hevði ikki stundir at gera viðmerkingar til málið í dag, men Arbeiðs og brunaeftirlitið væntar svar ein av komandi døgunum. Arbeiðsviðurskiftini hjá fiskimanninum verða sera ótrygg, um fiskirættindini verða flutt frá skipunum yvir á reiðarí ella einstaklingar. Í dag eru fiskimenn í starvi umborð á einum skipi, men í framtíðini verða fiskimenn í starvi hjá reiðaríum ella einstaklingum, og vita tá ikki, um teir hava arbeiði dagin eftir. Tað sigur Axel Hansen, nevndarlimur í Fiskimannafelagnum. Fiskimannafelagið varð í dag boðsent á fund í Vinnunevndini hjá løgtinginum, sum er farin undir at viðgera lógaruppskotið um fyrisiting av sjófeingi. Fiskimannafelagið ávarar um at strika kravið um veiðiloyvi. Sambært felagnum eru veiðiloyvini við til at tryggja arbeiðsplássini hjá fiskimanninum. Um reiðarí ella einstaklingar sita á rættindunum veit fiskimaðurin ongantíð, nær hann hevur arbeiði. Harumframt minkar virðisøkingin, og tá verður eisini minni til fiskimannin, sigur Axel Hansen. Nevndarlimurin í Fiskimannafelagnum spyr, hví tað er so alneyðugt hjá landsstýrismanninum at gera eina skipan, har ein og hvør kann bjóða seg fram. Fiskimannafelagið ivast stórliga í, um samgongan megnar at fáa fiskivinnunýskipanina klára, tí ein ørgrynna av kunngerðum skulu gerast, áðrenn lógin kann virka. Fýra feløg skuldu á fund við Vinnunevndina í dag. Hesi eru Meginfelag Útróðrarmanna, Føroya Fiskimannafelag, Føroya Skipara og Navigatørfelag og Felagið Línuskip. Tað er ein sáttmálaspurningur millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum at tryggja rætt til eftirløn, sama hvussu nógvar tímar arbeitt verður. Tað sigur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, í svari til uttanflokkatingkvinnuna, Sonju Jógvansdóttir, sum spurdi, hvussu nógv starvsfólk í Almannaverkinum ikki fáa eftirløn. Eyðgunn Samuelsen sigur, at tey flestu, sum starvast sum tímalønt í Almannaverkinum, vilja sjálvi hava eitt leysari tilknýti sum tímaløntur avloysari. Í sáttmálanum hjá Pedagogfelagnum fyri hjálparfólk, sum tey flestu tímalønt í Almannaverkinum eru sett eftir, er eingin áseting um eftirløn til tímalønt, sigur Eyðgunn Samuelsen. Hon sigur, at vilja tímalønt hava eitt meiri fast starv, eru vanliga góðir møguleikar fyri tí, tí Almannaverkið hevur meira enn 100 ferðir starvslýsingar í fjølmiðlunum um árið. 89 ára gamli Hjalgrim Hansen, vanliga nevndur Gimme, var 27 ára gamal tá hann flutti úr heimbygdini. Hann heldur, at hvørki elveiting ella vegur til Slættanesar høvdu bjargað bygdini. Umstøðurnar vóru so nógv broyttar, at bygdin stóð ikki at bjarga. Gimme sigur frá ymiskum barna og ongdómsminnum í heimbygdini. Anna Højsted hevur eisini nógv góð minnir úr heimbygdini. Famljan flutti inn í nýggj hús á Slættanesi í 1949 og longu í 1963 fluttu tey av bygdini aftur, tí at tey elstu børnini vóru farin heimanífrá. Tá vóru eingi ungfólk eftir í bygdini. Jóhan J. Jakobsen í Vestmanna hevur bygt snotilig summarhús á tvær gamlar húsagrundir á Slættanesi. Hann og familjan hava ført alt tilfarið við egnum báti um sundið úr Vestmanna og nú er húsið nærum liðugt. Familjan ætlar at brúka tað nógv. Johan J. er eisini vitapassari og vit vitja vitan á Slættanestanga, har hansara forfedrar eisini hava verið vitapassarar. Hetta er fyrstu ferð Rúna á Rógvi er á Slættanesi, men hon hevur alt lívið hoyrt nógv um avtoftaðu bygdina frá ommuni, ið er av Slættanesi. Fyri Rúnu er tað nakað heilt serligt at vitja á Slættanesi. Skipaður gongutúrur er til Slættanesar henda dagin og samstundis er gudstænasta í skúlanum, sum eisini er kirkja. Við í gudstænastuni eru fýra prestar. Inga Poulsen Dam, sóknaprestur, og so tríggir aðrir prestar, ið hava røtur á Slættanesi. Tey eru Marjun í Kálvalíð, sum prædikaði, Theodor Eli Dam Olsen og Maria Jørðdal Niclasen. Umleið 40 feløg og einstaklingar verða kallaði inn til hoyringar hjá Vinnunevndini, og nevndin FER at lurta eftir teimum, lovar Bjarni Hammer, formaður í nevndini. Regin Berg, sjórnmálafrøðingur, heldur, at tað bert er ein møguleiki fyri samgongu. Tað er samgonga millum CDU, CSU og Grøna flokkin Die Gr nen og liberala flokkin Freie Demokratische Partei. Súni Schwartz Jacobsen fekk 8,9 milliónir krónur og stjórabilin í fráfaringarløn, tá hann takkaði fyri seg sum forstjóri í Betri samtakinum. Weapons Of Mass Construction við Zach and Foes Strong Mahanna Get It On Elvito Fótaspor Kim Hansen I Know A Girl Dan Olsen Lívið er dýrbært Rúna í Lágabø Tú ert mær kær Røkkvi Filmurin hjá Chaplin, The Great Dictator, var gjørdur í 1940. Hann er um einaræðisharran, Hynkel, ið er meinlíkur einum fátøkum, jødiskum hárskera. Umfatandi kanningar eru gjørdar tríggjar ferðir síðani 2007, og tær vísa, at títtleikin av autismu í Føroyum er áleið eitt prosent. Tað er tað sama um vit samanber okkum við londini rundan um okkum, sigur Jónrit Halling, sum í løtuni arbeiðir við PKI kortum. Eg kanni, um tað er samanhangur millum d vitamin innihaldið hjá børnum, tá tey eru fødd, og autismutilburðir. Tað er eitt drúgt arbeiði, og autismuøki er eitt øki, har tú kanst blíva við at granska, tí har eru nógv ymisk smærri øki innan autismu, sigur Jónrit Halling. Katalonska stjórnin hevði sett dagin til eina fólkaatkvøðu um loysing til 1. oktober. Spanska stjórnin er hart ímóti hesum og sigur at valið er ólóligt. Tað eru fleiri støður í Katalonia, sum kunnu javnmetast við Førøoysk viðurskifti og tí kanst tú, sum lurtari, um tú vilt verða eitt sindur klókari um støðuna í Katalonia áðrenn valið, seta teg at lurta í dag klokkan fimm minuttir yvir fimm, tá sendingin Lagnustundin hjá Katalonia verður send. Við eini spurnarkanning við 30 spurningum er ætlanin at fáa vitan um lesivanar hjá børnum, tí ofta verður sagt, at børn í dag lesa minni enn fyri nøkrum árum síðani, men er tað veruliga so Við vitanini um lesivanar hjá børnum, ber til at hjálpa teimum til at betra um bæði mál og skriviførleikar, sigur Lydia Didriksen. Ert tú millum 17 og 26 ár og hevur hug at royna teg sum journalist, podcastvert, myndafólk, illustratør ella hevur hug at arbeiða við sosialum miðlum, so er at geva gætur, tí ungdómspallurin hjá Kringvarpinum, Røddin, leitar eftir nýggjum spírum til redaktiónina. Kristina Samuelsen sum er sett sum kanningarstjóri, at kanna Høgna Hoydal, landsstýrismann og Aksel V. Johannesen, løgmann er farin undir kanningarnar. 15 fólk í andstøðuni bóðu um kanningarstjóra at svara seks spurningum um embætisførsluna hjá Høgna Hoydal viðvíkjandi veiðiloyvunum hjá partafelagnum Nærabergi. Sjeyndi spurningurin er, um løgmaður hevur røkt sína skyldu at hava eftirlit við landsstýrismanninum í fiskivinnumálum á fullgóðan hátt. Kanningararbeiðið er byrjað, sigur Kristina Samuelsen, advokatur Tað er ikki uppgávan hjá sýslumonnum at avgera, um borgarar hava fulla frystiboks, ella hvat útlendingar halda um springaradráp, sigur Jacob Vestergaard, sýslumaður í Eysturoynni. Hann skilir ikki avgerðina hjá sýslumanninum í Havn, Finnboga Midjord, um at springararnir ikki skuldu gera landgongd í Havn, men í staðin blivu hildnir til í Skálafirði. Sýslumaðurin hevur rætt at nokta, sigur Finnbogi Midjord. Hann sigur, at springaradráp er ringt fyri umdømið hjá føroyingum, og at grindamenn í Havn eiga ríkiligt av grind. Hóast Súni Schwartz Jacobsen fekk 8,9 milliónir krónur við sær úr Betri samtakinum, so tvíheldur nevndarformaðurin í Betri, Birgir Nielsen, um, at forstjórin sjálvur segði upp. Hoyr innslagið omanfyri. Nevndarformaðurin í PF Betri tvíheldur um, at Súni Schwartz Jacobsen sjálvur hevur sagt seg úr starvi, men tað kann vera ilt at skilja hví ein maður sum sigur seg úr starvi skal hava góðar 9 milliónir krónur við sær. Eik Banki Marner Jacobsen og Bjarni Olsen 7,2 milliónir, men hesir báðir mistu sína løn, tí teir vóru burturvístir eftir at ein kanning staðfesti at teir høvdu misrøkt sítt stjórastarv. Í 2010 fekk Eyðfinn Reyðberg 2,5 milliónir krónur við sær, eftir at hann mátti fara úr starvinum, tí bankin hevði 46 milliónir krónir í halli. við sær eftir at Norðoya Sparikassi sendir tíðindini um stjóraskifti út, sama dag sum ársroknskapurin fyri 2009 verður almannakunngjørdur. Høvuðsorsøkin er, at fleiri kundar hjá Norðoya Sparikassa ikki hava klárað seg væl, tí hevur Sparikassin eisini verið noyddur at seta meira av móti tapi. Í fjør vóru niðurskrivingar uppá útlán 45,4 milliónir krónur, sum er áleið tað sama sum í 2008. Eitt virki skal kunnu steingjast, um tað fer eftir fer ikki livur upp til lógina um arbeiðsumhvørvi, og bótin skal hækkast, tá lógin verður brotin. Fyri at kunna gera hetta má Arbeiðseftirlitið raðfestast hægri, og játtanin til stovnin er hækkað munandi seinastu tvey árini. Trupulleikin er ikki nýggir, men hann er her enn. Nógv ung heilt niður í 10 ára aldur hava rúsevnis og rúsdrekka trupulleikar. Blákrossheimið á Nesi fer tí 1. novembur at bjóða út viðgerðar tilboð til ung, ið hava rúsevnis ella rúsdrekka trupulleikar. Spania hevur eina fjølbroytta og spennandi søgu, og hana útgreina vit saman við landafrøðinginum Hans Holm. Rói Egholm hevur í mong ár selt eins og hann framvegis selur føroyskan fisk í Spania. Rói fer at lýsa ymisk sponsk viðurskifti, eins og hann eisini borðreiðir við einum sera vælsmakkandi sponskum saltfiskarætti við saltfiski úr Skopun, Sunnudagin fara catalanar kanska til valborðið. Og ein av eygleiðarunum, sum skal tryggja at alt fer rætt fram, er Magni Arge, sum eisini vitjar útvarpsstovuna Nón. Hevur fótbóltur symbolskan týdning Og hvør er týdningurin og hvørjar eru kenslurnar, tá fótbóltsfeløgini FC Barcelona og Real Madrid bresta saman í El Classico Barcelona telist millum størstu býirnar í Spania, samstundis sum Barcelona eisini er høvuðsstaðurin í landslutinum Catalonia. Og saman við Albert Isfeld nema vit við spanskan arkitektur, catalanskan gotik, Antoni Gaudi, og La Sagrada Familia. Spanska guitarin og spanskur guitartónleikur er í serflokki, og saman við tónleikaranum Ólavi Jakobsen fáa vit eitt tónaborið innlit í spanska guitarsøgu og tónleik. Eisini hugleiða vit, saman við Luis Ridau Cruz, ið er føddur og uppvaksin í Sevilla í spanska landslutinum Andalusia, um Spania í dag eins og tíðina, tá Luis vaks upp. Og í Belgia finna vit Dagsins spansktklingandi sjeytiára klassikara. Bussleiðin í Havn kostar 26 milliónir krónur og tað skulu borgarar í Havn vita, heldur Annfinn Brekkstein. Tí heldur hann ikki at bussleiðin í Havn skal vera ókyepis. Jákup Dam, formaður í teknisku nevnd í Tórshavnar Kommunu heldur, at nógv er at vinna við at hava ókyepis bussleið. Endamálið er at færri brúka bilar, sigur hann. Fólk í bygdunum norðan fyri tunlarnar norður um Fjall fara í kvøld á kunnandi kund við Landsverk, nú tunnlarnir verða stongdir ein part av náttini. Virksemið norðan fyri tunlarnar er vaksið munandi seinastu árini. Tað hevur við sær, at neyðugt er á meiri streymorku í økinum. Tí fer SEV næstu mánaðirnar at leggja el kaðlar gjøgnum tunlarnar Norður um Fjall, og tað fer eisini ávirka ferðsluna í tunlunum. Í hesum tíðarskeiði verða tunlarnir stongdir, frá klokkan 11 á kvøldi til hálvgum seks á morgni. Tó sleppur ferðsla ígjøgnum tunlarnar kl. 01.00. Landsverk skipar tí fyri almennum fundi um arbeiðið.Fundurin er í Skúlanum á Fossánesi klokkan 19 í kvøld. Uppskotið til fíggjarlóg fyri 2018 verður lagt fram fríggjadagin klokkan 10. Tað upplýsir Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum. Hans Andrias Sølvará, lektari á Fróðskaparsetrinum hevur hildið ein søguligan fyrilestur kring landið, sum tekur útgangsstøði í friðaravtaluni, sum var undirskrivað í Kiel í januar 1814. Henda avtala var millum annað orsøkin til at norðmenn settust at orða eina grundlóg fyri landið, og sum var undirskrivað á Eidsvoll 17. Mai sama ár. Sama friðaravtala var eisini orsøkin til, at Føroyar og hini hjálondini í Norðuratlantshavi komu beinleiðis undir danskt ræði. Bót til bata, sum er sjálvhjálparbólkur undir krabbameinsfelagnum, skipar í oktobermánað fyri kvøldsetum kring landið, har kvinnur, sum hava, ella hava havt bróstkrabba, siga sína søgu. Sjálvandi skulu vit kenna tær keðiligaru søgurnar, men vit halda, at tær góðu søgurnar gera mun og eru styrkjandi hjá teimum kvinnum og monnum, sum júst hava fingið staðfest bróstkrabba, siga tær tríggjar, Halla Nólsøe Poulsen, Susan Joensen, sum siga sínar søgur, og Rúna Hentze, frá felagnum Bót til bata, sum eisini hevur havt bróstkrabba. Edward Fuglø hevur skrivað og myndprýtt bókina Vampýrella. Vár Berghamar Jacobsen lesur og Høgni Fagraberg hevur gjørt ljóðmyndina. Vampýrella er ein øðrvísi vampýrsøga um tvíburabeiggjarnar og systrina Ellu, sum brádliga broytist frá at vera ein fitt stórasystir til ein vampýr. Edward Fuglø hevur skrivað og myndprýtt bókina Vampýrella. Vár Berghamar Jacobsen lesur og Høgni Fagraberg hevur gjørt ljóðmyndina. Vampýrella er ein øðrvísi vampýrsøga um tvíburabeiggjarnar og systrina Ellu, sum brádliga broytist frá at vera ein fitt stórasystir til ein vampýr. Edward Fuglø hevur skrivað og myndprýtt bókina Vampýrella. Vár Berghamar Jacobsen lesur og Høgni Fagraberg hevur gjørt ljóðmyndina. Vampýrella er ein øðrvísi vampýrsøga um tvíburabeiggjarnar og systrina Ellu, sum brádliga broytist frá at vera ein fitt stórasystir til ein vampýr. Játtanin til Arbeiðseftirlitið er vaksin munandi tvey tey seinastu árini, og tað er orsøkin til, at vit ikki síggja fleiri vanlukkur nú, tá so nógv fer er á búskapinum og byggivinnuni, sigur Leivur Persson, stjóri á Arbeiðseftirlitinum. Í fleiri ár hevur stórt sæð einki eftirlit verið við trygdina á arbeiðsplássum, tí Arbeiðseftirlitið varð skorið inn á bein í 2011. Sparingar, sum byrjaður longu í 2008. Leivur Persson ivast ikki í, at títtleikin av eftirlitum og talið av arbeiðsóhappum hanga saman. Hann fegnast um, at játtanin til stovin er hækkað munandi seinastu tvey árini. Fráfarni forstjórin í Betri samtakinum fær 42 ferðir meira enn ein vanligur løntakari kann fáa frá arbeiðsloysisskipanini. 8,9 milliónir. Tað skal Súni Schwarts hava við sær, nú hann sambært formanninum í PF Betri sjálvur hevur sagt seg úr starvi. Tær 8,9 milliónirnar skulu gjaldast yvir eitt ár, tað er ein mánaðarløn uppá 741.667 krónur. Tað hevur verið á veg fleiri ferðir og varð eisini borið í tingið í síðstu viku. Tá var uppskotið steðga í løgtingsumsitingini og sent aftur til løgmansskrivstovuna. Upprunaliga ætlaði samgongan, at fólkaatkvøða skuldi vera um føroyska stjórnarskipan í ár, men tað varð útsett, og nú skulu føroyingar á fólkaatkvøðu flaggdagin komandi ár um stjórnarskipan. Uppskotið skal samtykkjast hálvt ár áðrenn fólkaatkvøðuna, hevur løgmansskrivstovan sagt, og tí skal uppskotið verða samtykt við triðu viðgerð í løgtinginum í seinasta lagi 25. oktober. Nevndin í Betri P F verjir seg sjálva við at geva fyrrverandi forstjóranum í Betri samtakinum 8,9 milliónir í fráfaringaravtalu. Tað sigur Jens Christian Hansen, vinnulívsviðmerkjari hjá Berlingske Business. Hann heldur, at nevndin hevur trýst stjóran at leggja frá sær. Hoyr innslagið omanfyri. Men nú fólkaatkvøðan nærkast, hevur spanska miðstaðarstjórnin í Madrid sett hart móti hørðum og meir ella minni tikið sín egna landslut undir umsiting. Greitt er tó, at heili 80 prosent av øllum teimum 7,5 milliónunum katalonum taka undir við, at fólkaatkvøðan skal haldast, og at sjálvsavgerðarrætturin um loysing og samband liggur hjá katalonum. Hví vilja teir katalonar, sum eru fyri loysing, hava loysing Hvat drívir tey Hvussu er tað komið hagar, at helvtin av fólkunum, sum búgva í Katalonia, vilja loysa frá restina av Spania Hoyringarsvarini eru 122 í tali, men løgmansskrivstovan hevur ikki brúkt áheitanirnar frá borgarum og áhugafeløgum at gera tillagingar í stjórnarskipanini. Vit taka hoyringarsvarini í álvara, men tað er ikki upp til løgmann einsamallan at viðgerða stjórnarskipanina í mun til hoyringarsvarini. Tað fer grein 25 nevndin í løgtinginum at taka sær av, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður. Islam er tað, sum flestu føroyingar stúra fyri, nú vit skulu hava eina nýggja stjórnarskipan. Í øllum førum tey, sum hava ómaka sær at skriva eitt hoyringarsvar til løgmansskrivstovuna, nú uppskotið hevur verið til hoyringar. Flest øll vilja hava at tað verður staðfest, at Føroyar er eitt kristi land og fleiri vilja hava at islam verður bannað. Tað skal ikki vera loyvt at praktisera islam í Føroyum skriva fleiri í hoyringarsvari til stjórnskipanaruppskotið. Tað eigur at verða staðfest í okkara stjórnarskipan, at Føroyar eru ein kristin tjóð. Aðrir átrúnaðarligir bólkar kunnu væl vera í Føroyum, men ideologiir so sum islam, ið ikki bert er átrúnaður, men eisini ein politisk skipan, eiga at verða bannaðar í Føroyum. Tað skal standa í tí nýggju føroysku stjórnarskipanuni, at islam, sum er ein ónd religión og ideologi, ið mótarbeiðir kristindóminum og fólkaræði, ið okkara kristna samfelag byggir á, skal bannast í Føroyum og tað burdi sagt seg sjálvt fyri at vísa virðing fyri okkara forfedrum, sum hava bygt okkara land upp á tey kristnu virðini, ið er okkara grundarsteinur vit standa á og arvur, sum okkara eftirkomarar eisini skulla byggja víðari á Tað eru eisini viðmerkingar, ið vísa á, at tað er skeivt at geva kristindóminum og fólkakirkjuni eina serliga støðu. Tað verður havt á lofti, at fólkakirkjan ikki skal gera átøk í almenna rúminum, sum elva til at aðrar fatanir av kristindóminum verða niðurlagaðar. Tað verður eisini skotið upp, at tað skal standa í stjórnarskipanini, at ateistar ikki skulu forfylgjast. Rættiliga nógvar viðmerkingar eru um, at orðingin um støðuna hjá kristindóminum í okkara samfelag er ov veik og ógreið. Nummar tvey á listanum yvir, hvat føroyingar hava fyrihildið seg til, er sjálvt uppskotið ein føroysk stjórnarskipan. 35 hava viðmerkt uppskotið meira yvirskipað og hesi skriv snúgva seg í stóran mun um, hví vit yvirhøvur skulu hava eina føroyska stjórnarskipan. Nummar trý er tilfeingið. 16 hava sent hoyringarsvar viðvíkjandi tilfeingi. Her eru millum annað nógvar viðmerkingar um, at orðingin fólksins ogn skal inn í greinina fyri orðingina landsins ogn, at hugtakið fólksins ogn eisini skal fevna um kolveltni, landsjørð, sjófeingi, náttúrtilfeingi, firðir, áir og fossar. Skotið verður upp, at tað stendur meira ítøkiligt, at allir borgarar skulu hava javnbjóðis rætt til vinnuliga nýtslu av náttúrutilfeingi tjóðarinnar. Tað verður somuleiðis skotið upp, at umhvørvið fær sína egnu grein í stjórnarskipanini. Í greinini átti at staðið nakað um dálking, nátturvernd burðardyggleika, orku og náttúruvernd. Stjórnarskipanin varð sum kunnugt løgd fram í tinginum í dag, men ongar broytingar eru framdar í uppskotinum, sum er borið í tingið, hóast nógv hoyringarsvar eru komin inn. Sambært Akstovuni, er onki koyrikort til prutl, sum koyra 45 km um tíman útskrivað, eftir at kunngerðin varð broytt tíðliga í summar. Trupulleikin er prísurin, heldur Benny Ejdesgaard, koyrilærari sum tó ikki heldur, at man skal slaka krøvini. Hoyr innslagið omanfyri. Í sendingina, ið tú kanst hoyra her, hitta vit eisini listakvinnuna Lenu Nicolajsen, sum í hesum døgum hevur framsýning í Føroyahúsinum í Keypammanhavn. Stjórnin í Katalonia hevur, eftir øllum at døma, stevnt sjálvstýrandi spanska landslutin og fólk tess beint inn í eitt politiskt ódnarveður. Bylgjurnar ganga høgt í Katalonia, nú ætlanin er at halda eina fólkaatkvøðu um loysing frá restini av Spania sunnudagin 1. oktober. Hægsti rættur í Spania hevur dømt fólkaatkvøðuna ólógliga, tí hon er brot á grundlógina, meðan spanska stjórnin hevur sett sín egna landslut meir ella minni undir umsiting. Í triðja og seinasta partin í útvarpsrøðini Lagnustundin hjá Katalonia verður vitjað í katalonska parlamentinum í Barcelona, Generalitat de Catalunya. Í hesi partinum av Lagnustundin hjá Katalonia fara vit langt inn í katalonsku loysingarrørsluna, og hitta nøkur av teimum, sum hava tikið stig til at samskipa virksemið hjá loysingarrørsluni. Spanski landsluturin Katalonia stendur á einum vegamóti, nú ætlanin er at halda eina fólkaatkvøðu um loysing frá restini av Spania sunnudagin 1. oktober. Teistin sigldi ein túr av Skopun, men hevur síðani ligið, tí brek er við einari pumpu. Enn er ikki greitt, nær Teistin fer í sigling aftur. Nógvur vindur er um Skopunarfjørð, og tí ber ikki til at seta ein av smærru bátunum at sigla. Sostatt er ongin sigling í løtuni um Skopunarfjørð, men Strandferðslan arbeiðir við at finna avloysaraskip. 4.flokkar í Gøtu skúla hava verið í Norðagøtu, og leita eftir ormveru. Og nú flúgva firvaldar og admiralar í flokshølunum í Gøtugjógv. Næmingar fara at greiða frá gongdini frá ormveru til firvald admiral. Tað eru serliga trupulleikin við bústaðarviðurskiftum, sum eru til viðgerðar. Tó, nógv annað áhugavert verður at frætta, sigur Robert Thomassen, arkitektur, frá SNA arkitektum. Hetta er ein kapping fyri hárfríðkarar úr øllum heiminum. Tað er fyritøkan Wella, sum ger eitt nú liting og framleiðir ymiskt til hár og hárrøkt, sum skipar fyri kappingini. Í finaluni luttaka 50 lond, og hvørt landið hevur tveir hárfríðkarar at umboða seg. Ásla Breyt Danielsen umboðar Danmark í hesum føri. Eg havi ongantíð sjálv hugsað um hesa kappingina, men fólk bóðu meg luttaka, og so hugsaði eg, at eg kundi gera eina roynd, sigur Ásla Breyt Danielsen. Herfyri var kapping hildin í Danmark, har Ásla Breyt Danielsen saman við einum make up artisti og eini modell, skuldi vísa síni skapandi evni sum hárfríðkari. Hetta gekst henni so mikið væl, at hon bleiv vald til at umboða Danmark til stóra finalushowið, sum verður 14. oktober. Fyri meg er tað stórt bara at vera við, og eg fái ivaleysti eina rúgvu av íblástri og læri nógv, meðan eg eri í Londin, sigur Ásla Breyt Danielsen. Hesa vikuna hevur verið Vísindavøku tema í morgunsendingini, og tí hava vit hesar morgnarnar í vikuni tosa við granskarar, sum í sambandi við Vísindavøku á ferð, hava verið kring landið og greitt frá sínum granskingarøki. Tað sær út til, at tað ikki bara eru ílegurnar, sum avgera, um tú fært eina tarmbrunasjúka ella ikki. Møguliga spælir umhvørvið ein størri leiklut, sigur Turið Hammer, sum granskar í tarmbrunasjúkum í Føroyum. Hvussu koma vit ígongd við at lesa bøkur Hvat forsøma vit, um vit ikki lesa Hesar spurningar settu vit Vónbjørt Vang, bókavørði, og eitt tað týdningarmesta ráðið, hon gav, var, at vit skulu lesa tað, sum fangar okkara áhuga. Ikki byrja við truplum, háfloygdum bókum, men heldur onkrum í lættara endanum. Ger tær lesiløtuna til eina hugnaløtu, og set kanska tíð av hvønn dag til at lesa. Hoyr samrøðuna her. Stuttligt hevði verið at gjørt eina øl, ið burtur av var gjørd úr føroyskum rávørum, nevnir Johan Mortensen, sum vónar, at Kálvur lítli fer at geva bryggjarum íblástur til at ganga nýggjar leiðir. Sandoyartunnilin kemur upp á Gomlurætt streymoyarmegin, men Tórshavnar Kommuna heldur, at vandi er fyri, at tey missa atgongdina til havnaøkið á Gomlurætt. Umsitingin vísur á, at kommunan ynskir at varðveita økið sum havnaøki, sum er einasta havnaøki í kommununi, sum vendur vestureftir móti Koltri og Hesti, og sum er tilbúgvingarhavn í mun til Koltur og Hest, og tilburðir annars á sjónum, sigur Marin Katrina Frýdal, forkvinna í Byggi og Býarskipanarnevndini. Býráðið fer at viðgera málið á býráðsfundi í kvøld. Teitur Samuelsen, stjóri í partafelagnum Eysturoyar og Sandoyartunlum, vil ikki gera viðmerkingar til málið. Eftir tíðarætlanini verður farið undir Sandoyartunnilin í seinasta lagi 2018. Hon hevur biðið um cannabis sum heilivág í Føroyum, men tað hevur hon ikki fingið. Gunnvá Tróndardóttir Joensen bílegði tí 25 sjokulátabønir á netinum, sum innihalda cannabis, men nú er hon ákærd fyri at hava innflutt rúsandi evni. Pakkin kom til Føroya 26. august í fjør, men hon fekk hann ongantíð. Løgreglan tók pakkan og ákærdi hana fyri at innflyta rúsandi evni. Gunnvá Tróndardóttir Joensen hevur sklerosu og bílegði vøruna at nýta sum heilivág. Í dag var málið fyri rættinum, men hon noktar seg seka. Sjokulátabønirnar innihalda evnið THC, sum er evnið í cannabis, sum elvir til rús. Hetta visti Gunnvá ikki, tá hon bílegði vøruna. Løgreglan hevur kannað bønurnar og funnið fram til, at tær innihalda 0,1 0,9 gram av hassji. Gunnvá Tróndardóttir Joensen játtar, at hon bílegði vøruna, men hon vil ikki játta, at hon breyt lógina. Gunnvá Tróndardóttir Joensen hevur ongantíð roynt cannabis sum heilivág, men hon er vís í, at cannabis sum heilivágur kann hjálpa henni og tálma sjúkuna sklerosu. Tí heldur hon tað vera ógvuliga ørkymlandi, at hon ikki sleppur at royna cannabis sum heilivág. Hetta snýr seg heldur ikki bert um hana, leggur hon dent á, men øll tey, sum stríðast við onkra sjúku, ið cannabis sum heilivágur kann tálma. Nógv fólk vóru á fundi í skúlanum á Fossanesi í gjárkvøldið, har umboð fyri SEV og Landsverk kunnaðu um teirra ætlanir at leggja ein nýggjan el kaðal í gjøgnum tunlarnar norður um Fjall. Irdi Jacobsen, borgarstjóri í Hvannasunds kommunu, sigur, at borgarar og bygdaráð sum heild eru nøgd við tilbúgvingarætlanina, sum tryggjar, at sjúkrabilar og sløkkiliðsbilar kunnu koyra ígjøgnum tunlarnar, hóast teir eru stongdir. Men fleiri borgarar óttast, at trygdin hjá vanligum bilum verður verri, millum annað tí at skervur fer at liggja á vegnum. Arbeiðið hevur við sær, at tunlarnar skulu steingjast frá klokkan 11 á kvøldi til hálvgum seks á morgni. Tó sleppur ferðsla ígjøgnum tunlarnar kl. 01.00. Ein bati, sum kom fram á fundinum, var, at Landsverk fer at samskipa arbeiðið í tunlunum soleiðis, at fólk, ið arbeiða, og skulu heim um náttina, kunnu boða frá hesum, og sleppa ígjøgnum. Men borgarar eru framvegis misnøgdir eftir fundin, og fyrradagin varð farið undir at savna undirskriftir til tess at mótmæla, at tunlarnir verða stongdir um náttina. Higartil hava meira 300 fólk skrivað undir mótmælisskrivinum, sum eftir ætlan verður handað avvarðandi myndugleikum fyrst í komandi viku. Tann 20. septembur vórðu vit, borgarar í Hvannasunds Kommunu, kunnað um, at SEV í næstum fer undir at leggja kaðlar gjøgnum tunlarnar Norður um Fjall og at tunlarnir mugu steingjast um náttina í tíðarbilinum 23.00 5 30, tó at bilar sleppa ígjøgnum kl 01 00. Vit vilja við hesum skrivi mótmæla arbeiðnum at leggja kaðalin í gomlu tunlarnar og vit heita á SEV um at finna aðra loysn enn at steingja tunlarnar. Vit mótmæla at umstøðurnar og livikorini við hesari innrás í okkara lív verða verri enn tey longu eru orsakað av tunlunum. Vit hava longu ótíðarhóskandi og vandamiklar tunlar, og at teir afturat hesum nú skulu verða stongdir meginpartin av náttini í hálvt ár, ber slettis ikki til. Vit góðtaka hetta ikki. Tørvurin á meiri streymi kemur ikki sum eitt yvirraskilsi, og tí átti ein lagaligari loysn eisini at verið funnin fyri langari tíð síðan. Gamaní skal vinnulívið hava nokk at streymi, men tað mugu ikki verða borgararnir norðanfyri, ið skulu svíða fyri at hetta skal lata seg gera. Vit hava víst ómetaligt tolsemi í fleiri ár, men nú kann vera nokk Ein onnur loysn má og skal finnast. Antin má kaðalin leggjast upp um fjall, ella má eitt aggregat setast upp til viðkomandi virksemi, ið hevur so stóran tørv á streymi. Tað átti at verið eins gott, um oljan hjá SEV verður brend á Sundi ella í einum aggregati nærhendis tað stað, har streymurin skal nýtast. Vit hoyra bókina Vitello fær ein fosturpápa. Kim Fupz Aakeson skrivaði og Sjúrður Gullbein týddi til føroyskt. Jensina Olsen lesur og Høgni Fagraberg gjørdi ljóðmyndina. Bókadeild Føroya Lærafelags gav út í 2017. Tíggju fólk búgva fast í Mykinesi. Um summarið fáa tey vitjan av 12.000 útlendskum ferðafólkum. Nøkur fá vinna sær nakrar krónur frá ferðafólkunum, men fyri tey flestu eru tey nógvu fremmandu ein plága. Og SEV hevur umhugsað aðrar loysnir enn at leggja ein nýggjan kaðal ígjøgnum tunlarnar norður um Fjall. Men tær eru dýrari, sigur Jón Nielsen, deildarstjóri fyri elnetinum hjá SEV. Tað er heldur ikki nøktandi at seta ein fyribils motor upp, at tryggja elveitingina norður um Fjall, inntil ein nýggjur tunnil verður boraður. Tí tørvur er á streymi sum skjótast, og SEV veit ikki, nær ein nýggjur tunnil verður gjørdur. VÍF KÍF 31 24 12 10 Toppskjútti, VÍF Filip Jojic, 10 Toppskjútti, KÍF Hans E. Sigurbjørnsson, 5 Toppskjútti, KÍF Jákup Trygvason, 5 Stigatalvan 1.H71 3 dystir 6 stig 2.Neistin 3 dystir 4 stig 3.Team Klaksvík 3 dystir 4 stig 4.VÍF 2 dystir 2 stig 5.StÍF 2 dystir 2 stig 6.Kyndil 3 dystir 0 stig 7.KÍF 2 dystir 0 stig Sverri Sandberg Nielsen úr Miðvági hevur róð seg í hálvfinaluna í heimsmeistarakappingini fyri single scullarar, sum verður hildin í USA. Í gjár var fjórðingsfinalu umfarið á skránni, og har eydnaðist tað Sverra at blíva nummar trý, sum var minsta kravið fyri at koma víðari. Kappingin er sera hørð, tí Sverri var bara 60 hundraðpartar frammanfyri hvítarussaran, Stanislau Shcharbachenia og samtundis var miðvingurin bara eitt sekund aftanfyri fremsta bátin. Nýtt barnaheim, tvey nýggj sambýli til fólk við menningartarni og nýggjur bú og viðgerastovnur til børn og ung við autismu. Tað eru nýggir stovnar sum skulu byggjast, og lógaruppskotini eru send til hoyringar í dag, upplýsir Almannamálaráðið. Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna vísir á, at fleiri av verandi sambýlum og bústovnum eru ikki í nøktandi standi og eru heldur ikki hóskandi til endamálið. Eyðgunn Samuelsen sigur, at nýggja Barnaheimið verður eitt gott og trygt stað hjá børnum, ungum og familjum, har tey fáa møguleika at uppliva mennandi umsorgan í einum tryggum og eggjandi umhvørvi. Sum nakað nýtt fer Barnaheimið at bjóða ungum eftirvernd, soleiðis at hesi ungu ikki verða slept upp á fjall eftir lokna barnavernd. Eisini fer nýggja Barnaheimið at hava fleiri pláss til familjuviðgerðir, sum er ein liður at styrkja foreldraførleikan við ráðgeving og vegleiðing. Við nýggju kørmunum á 200 milliónir krónur til bygging av vardum bústøðum, kunnu vit tryggja, at vit fáa hóskandi karmar um tað innihald, sum vit í dag hava torført við at veita tí umstøðurnar eru vánaligar, sigur landsstýriskvinnan. Menningareind verður nú sett á stovn í Visit Faroe Islands. Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2018 eru játtaðar slakar 4.5 milliónir krónur til menningareindina, upplýsir Uttanríkis og Vinnumálaráðið. Føroyska ferðavinnan er á einum vegamóti. Marknaðarføringin av Føroyum sum ferðamál hevur givið úrslit. Um verandi gongd heldur fram, kann ferðavinnan gerast ein berandi vinna undir búskapinum, og skapa størv og inntøkur eisini í útjaðaranum, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður. Men skal gongdin halda fram og ferðavinnan verða burðardygg, mugu vit verða betri fyrireikað at taka móti vaksandi talinum av ferðafólki. Vit skulu hava fleiri og betri tilboð til ferðafólkini, ikki minst úti um landið. Neyðugt er somuleiðis at skipa ferðavinnuna betri fyri at verja náttúruna, sum er grundarlagið undir ferðavinnuni, sigur landsstýrismaðurin. Sum liður í skipanini av menningareindini hevur Uttanríkis og vinnumálaráðið sent lógaruppskot um broyting í løgtingslógini um Visit Faroe Islands til hoyringar. Í lógaruppskotinum verður verandi stuðulsskipan til ferðavinnuna umskipað. Stuðulsjáttanirnar til økisferðavinnufeløgini og marknaðarføring uttanlands verða umskipaðar til eina stuðulspulju, sum fyritøkur, kommunur og kunningarstovur kunnu søkja úr. Menningareindin kemur at umsita stuðulspuljuna. Samstundis hækkar stuðulsjáttanin úr 2 milliónir krónur uppí 4.5 milliónir krónur Miðað verður eftir, at stuðulsjáttanin skal vaksa uppí 7 milliónir krónur í 2019. Neyðugt er eisini at umskipa stuðulskipanirnar, tí verandi skipan munar ov lítið sum er, og kemur ikki í nóg stóran mun øllum økjum í landinum til gagns, sigur Poul Michelsen. Eitt fakligt tilmæli skal gerast, áðrenn føroyingar kunnu luttaka í eini royndarskipan líknandi skipanini hjá dønum. Danska Fólkatingið hevur samtykt, at ávísir sjúklingar, nevndir verða sklerosusjúklingar og krabbameinssjúklingar, í eini royndarskipan fáa møguleika at verða viðgjørdir við natúrligum cannabisúrdráttum. Mong av hesum stríðast við sjúkueyðkenni, sum vanligur heilivágur illa megnar at hjálpa, umframt svár hjáárin av traditionellum heilivági. Í Førouyum er eingin líknandi skipan, men tveir yvirlæknar hava heimild til at útskriva cannabis sum heilivág, men Gunnvá Tróndardóttir Joensen fellur uttan fyri henda bólkin, og fær ikki cannabis sum heilivág. 11. august spurdi Jenis av Rana Sirið Stenberg í einum fyrispurningini um evnið, millum annað um avgerð er tikin um, hvørt vit verða partur av donsku royndarskipanini við medisinskum cannabis, ella um vit sjálvi seta eina líknandi royndarskipan við medisinskum cannabis í verk í Føroyum. Og nær vit kunnu vænta, at føroyskir sjúklingar sleppa at vera við í einari skipan við medisinskum cannabis. Sirið Stenberg svarar, at hon skal hava eitt fakligt tilmæli, sum skal viðgerast, áðrenn støða verður tikin til, um vit skulu seta eina líknandi royndarskipan við medisinskum cannabis í Føroyum í verk. Gunnvá Tróndardóttir Joensen hevur biðið um medisinskt cannabis á neurologiskari deild á landssjúkrahúsinum, men hon hevur einki fingið. Yvirlæknin á medisinska deplinum kann nýta cannabis til terminalar krabbameinssjúklingar, og yvirlækni í neurologi kann eisini nýta cannabis til sklerosusjúklingar. Hetta verður í avmarkaðan mun nýtt til pínufullar spasmur hjá hesum sjúklingum, tá ið annar heilivágur ikki hevur virkað. T.v.s. at cannabis ikki verður nýtt fyribyrgjandi, sum Gunnvá Tróndardóttir Joensen kundi hugsað sær. Hon segði við útvarpið á middegi í dag, at hon er vís í, at tað hevði hjálpt henni, og at tað er ørkymlandi, at hon ikki sleppur at royna tað. Sirið Stenberg sigur í dag, at ætlanin er at taka støðu til málið, áðrenn árið er útið. Støða skal takast til, um skipanin skal víðkast til fleiri sjúklingarbólkar, ella um fleiri læknar skulu fáa heimild at útskriva cannabis heilivág. Sum støðan er nú, hava teir 35 limir Umboðsráðnum hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna álit á nevndini í Betri P F. Tað sigur forkvinnan í Umboðsráðnum hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna, Tóra við Keldu. Í gjár kunnaði nevndarformaðurin í Betri P F, Birgir Nielsen, Umboðsráðið um gylta lógvatakið á 8,9 milliónir til fyrrverandi forstjóran. Hoyr innslagið omanfyri. Eisini vitjar Niels Malmros, ið leikstjórnaði filmin um Barbaru, sum varð frumsýndur í 1997, útvarpsstovuna. Japanski arkitekturin Hiroshi Sambuichi hevur sína heilt egnu tilgongd til arkitekturin, eitt nú brúkar hann eitt ár til kanningar og fyrireikingar, áðrenn hann teknar fyrstu strikuna. Vit hitta japanska arkitektin, sum eisini nemur við nakað av tí, sum hann hevur sæð í Hattarvík og Elduvík. Hetta vikuskiftið verða føroyskir Arkitekturdagar hildnir í Havn, og temaið er bústaðir. Orðaskiftið millum Eyðun Eliasen, arkitekt, og Elin Hentze, stigtakara til kjakbólkin Fjølbroyttari bústaðarmøguleikar í Føroyum, og nevndarlimur í áhugafelagnum Búgva. Føroyska ferðavinnan hevur av álvara tikið dyk á seg. Men hvørjar eru avbjóðingarnar við einari ferðavinnu í støðugari øking Hetta er evnið í Eygleiðingini, sum er mannað av Una Arge og Georg Lindenskov Petersen. Tað var ein mikumorgunin í 2014, meðan Herjón Olsen spældi innandurafótbólt, at hann brádliga føldi eina øgiliga pínu í bringuni og hevði trupult við at anda. Helst hevði eg fingið henda blóðproppin óansæð, men eitt 10 ára skeið við nógvum keðiligum hendingum hevur uttan iva framskundað hendingina, sigur 51 ára gamli eiðismaðurin. Í fjør fekk Herjón Olsen eina dubulta by pass skurviðgerð. Fyrsta tíðin eftir viðgerðina var ógvuliga hørð, men síðani byrjaði hann spakuliga at venja. Nils Malmros er kendur fyri at hava gjørt sera persónligar filmir, sum hava víst til hansara egnu upplivingar í stórari sorg og gleði. Bókin Barbara var tann fyrsta skaldsøgan hann læs, og tí er hesin filmurin á ein hátt eisini persónligur, sigur hann. Hoyr prátið við Nils Malmros, sum nú hevur savnað fólkini handan Barbaru aftur í Føroyum. Seint seinnapartin í gjár spældi føroyska A landsliðið hjá kvinnum í hondbólti sín fyrsta EM undankappingardyst. Tað var ímóti Serbia, og dysturin bleiv spældur í Petrovac, sum liggur í Beograd. Føroyar taptu 36 20 fyri Serbia. Vit spældu ein harðan dyst móti einum góðum liði. Vit høvdu ávísar trupulleikar at byrja við, og mótstøðuliðið fekk fleiri mál, men aftan á eina løtu fingu vit stýr upp á nervarnar og komu ordiliga í gongd, sigur Sophus Dahl Christiansen. Tað eru serliga tær teknisku villurnar, vit gjørdu, sum mann verður straffaður fyri, og tað verður umsett til mál, sigur Sophus Dahl Christiansen, tá morgunsendingin prátaði við hann. Fyri skjótt trimum vikum síðani flutti fyrrverandi politikarin Reimund Langgaard allan vegin úr Leirvík til Kambodja, sum liggur í Asia. Vit hava í stóran mun bara tikið okkum av løttum, síðani vit komu higar, sigur Reimund Langaard, sum saman við konuni og dóttrini býr í eini íbúð, har svimjihylur og venjingarmiðstøð hoyrir til. Her eru fleiri altjóða barnagarðar og ansingarstovnar, men ikki so nógvar vøggustovur, soleiðis sum vit kenna tær. Dóttirin er ikki tvey enn, so eg vænti, at tá hon hevur aldur til barnagarð, so fer hon á stovn, sigur Reimund Langaard, sum fyri sjey árum síðani eisini búði eitt skifti í Kambodja, haðani kona hansara er. Í Kambodja eta íbúgvarnir nógv rís, og rís verður etið til allar máltíðir. Reimund Langaard hevur tó ikki slept føroysku matmentanini heilt Eg havi eina rúgvu av turrum fiski við mær, tí tað egnar seg væl at transportera. Eg kundi hugsað mær riv og ræst kjøt, men tað riggar ikki so væl at transportera, so tað havi eg ikki her, siugr Reimund Langaard. Tey sosialu sambondini fylla rættiliga nógv í gerandisdegnum, og føroyingar tosa nógv um, hvør hoyrir til hvønn og hvussu, sigur Erika Hayfield. Sum útlendingur verður tú ofta giftur inn í eina familju, men annars ert tú sum útlendingur ikki partur av nøkrum netverki. Júst hetta kann gera tað avbjóðandi hjá útlendingum at navigera í samfelagnum, sigur Erika Hayfield. PF Betri hevur fingið nýggjan stjóra. Ben Arabo, sum hevur verið í stjóri í Atlantic Petroleum í 7 ár hevur sagt seg úr starvi og tekur við starvinum sum stjóri í Betri Samtakinum tann 1. desember. Mortan Poulsen, umsitingarstjóri í Betri P F, virkar framhaldandi sum fyribilsstjóri inntil Ben Arabo tekur við starvinum. Ben Arabo verður samstundis vanligur nevndarlimur í nevndunum fyri Betri Banka, Betri Trygging og Betri Pensjón. Betri Banki hevur eisini fingið nýggjar stjórar. Jean Djurhuus, stjóri í Betri Trygging, er settur í starv sum bankastjóri og Olav Guttesen, vinnukundastjóri í Betri Banka, er settur sum varastjóri í bankanum. Betri Trygging hevur sett Ingunn Eiriksdóttir í starv sum stjóra á Betri Trygging. Ingunn Eiriksdóttir hevur starvast sum fyrisitingarstjóri hjá Tórshavnar Kommunu síðan 2013. Hon tekur við starvinum 1. desember 2017, tá hon eisini fer úr nevndini hjá Betri Trygging. Øll fíggjartøl peika rættan veg í løtuni. Inntøkurnar næsta ár fara at vaksa við yvir 400 milliónum. Tað sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum. Rakstrarútreiðslurnar hækka 1,9 prosent, men tær fara at hækka enn meira, tá sáttmálarnir eru gjørdir á arbeiðsmarknaðinum. Íløgurnar vaksa eisini munandi. Fíggjarlógaruppskotið er eisini lagt fyri løgtingið, og 1. viðgerð av uppskotinum verður á løgtingsfundi mikudagin 4. oktober og hósdagin 5. oktober. Fólkaatkvøða verður sunnudaginn um sjálvstýri í Katalonina. Tað hóvar ikki Spania, sum er farið í hernað fyri at steðga fólkaatkvøðuni. Ákæruvaldið í Spania hevur álagt løgregluni um at kanna allar ætlanir um fólkaatkvøðuna sum skal vera í landspartinum, og fólk sum fáa atkvøðuhølir til vega, kunnu rokna við at verða stevnd fyri rættin, eru greiðu boðini. Landspartaforsetin í Katalonia, Carles Puigdemont, sigur seg rokna við, at framferðin hjá myndugleikunum fer at fáa heilt aðra ávirkan, og fer at fáa enn fleiri fólk á val. Ikki øll í Katalonia eru fyri at slíta frá Spania, men nógv ynskja størri sjálvstýri. Meiningakanningar vísa, at fólk ikki eru samd um sjálvstýri, men ein meiriluti tykist vera fyri fólkaatkvøðuni. Víst verður á, at fólk í Baskaralandinum hava størri sjálvstýri enn fólkið í Katalonia, tí tey í Baskaralandinum umsita sín egna skatt. Í Katalonia og í stóra býnum, Barcelona, eru fólk misnøgd við, at tey skulu rinda skatt til spanska statin, og at tey ov lítið aftur av pengunum. Forsetin í Katalonia, sigur seg vera skuffaðan at ES, tí ES ikki tykist hava áhuga í fólkaatkvøðuni í Katalonia. Hann ætlar at gera stríðið við sponsku myndugleikarnar til eitt mál í ES. Í vikuni vitjaði spanski forsætisráðharrin, Mariano Rajoy, í Hvítu húsunum, og har fekk hann at vita frá Donald Trump, forseta, at hann stuðlar sponsku stjórnina. Rajoy, forsætisráðharri vónar framvegis, at fólkaatkvøðan verður avlýst. Katalonar halda fast um fólkaatkvøðuna sunnudagin, men teir viðganga samstundis, at mótstøðan er hørð. Jørgen Niclasen var skjótur at viðmerkja, eftir at fíggjarlógin varð løgd fram. Hann leggur landsstýriskvinnuna undir at manipulera við tølunum, har hann heldur, at veruligi rakstrarvøksturin er hægri enn tann, sum Kristina Háfoss hevur lagt fram. Vanligt er, at samgonguflokkarnar eru við til at gera semju um fíggjarlógina. Men Sjálvstýri hevur í ár broytt ta siðvenju, sum hevur verið galdandi. Orsøkin til, at Sjálvtýri við Jógvan Skorheim, løgtingsmann og borgarstjóra í Klaksvík, á odda, valdi at vera við í semjuni, var tí at at Klaksvíkar Sjúkrahús fekk eina hækking uppá 15 milliónir, og 6,8 milliónir vóru settar av til Tekniska Skúla í Klaksvík. Jógvan Skorheim, løgtingsmaður og borgarstjóri í Klaksvík, ásannar, at Sjálvstýri ikki hevði verið við, um hasar 21 milliónirnar ikki vórðu settar av til Klaksvíkar Sjúkrahús og Tekniska skúlan í Klaksvík. Tær 1000 krónur meira um mánaðin, eru 2000 krónur minni enn tað, sum uttanflokkatingkvinnan, Sonja Jógvansdóttir kravdi at fáa á fíggjarlógina. Hetta hóast avlopið hjá landskassanum er tað stórsta í 16 ár. Broytingin fer at gera tað lættari hjá teimum, sum longu hava koyrikort til smá prutl at taka koyrikort til stór prutl. Men tey ið bert skulu taka koyrikort til stór prutl, koma ikki at merkja nakað til broytingina í kunngerðini. Samgongan ætlar at gera íløgur fyri 405 milliónir krónur í 2018. Hetta hóast bæði Búskaparráðið og danski tjóðbankin hava mælt til at hildið verður aftur við íløgum, tí vandi er fyri, at búskapurin hitnar ov nógv. Sjálv hevur Kristina Háfoss eisini heitt á kommunurnar um at tær gera felags íløgukarm saman við landinum, so íløgurnar kunnu tálmast. Sverri Sandberg Nielsen hevur róð hálvfinalu í heimsmeistarakappingini fyri single scullarar í Florida í USA fyri løtu síðani, men hann var akkurát ov stuttur til at røkka finaluplássinum. Tríggir teir fremstu rógvararnir sleppa víðari í sjálva finaluna, og Sverri kom á mál sum nummar fýra, og tí verður onki finalupláss til hansara. Týskarin var drúgvari Sverri legði hart út og var millum tríggjar teir fremstu í startinum, men á 500 metrum vóru heilir fimm scullarar so at siga púra javnir. Á 1.000 metrum var Sverri næstaftastur, men tá hann hevði róð 1.500 metrar hevði hann vunnið seg fram á fjórða plássið. Har gjørdi hann ein vørr og royndi veruliga at taka týskaran á triðja plássi aftur, men tað var ov seint. Týskarin fór um málstrikuna hálvt annað sekund fyrr enn Sverri. Kekkia, Kuba, Ný Sæland, Bretland, Kroatia og Týskland verða umboðað í A finaluni í HM sunnudagin, meðan Sverri við sínum fjórðaplássi skal rógva í B finaluni. Eirikur Lindenskov og Ingun Schiller, sum eiga Dandastovu í Gongini í Havn, siga, at umbyggingin hevur verðið heldur drúgv, eftirsum tey hava viljað gjørt arbeiðið ordiligt. Hoyr tey greiða frá í innslagnum Um vikuskiftið verður konsert í Reinsaríinum í sambandi við, at spælistaðið fyllir trý ár. Tey, ið framføra, eru Benjamin Rajani, Eyðun Nolsøe og The Reverends. Vikuskiftissendingin var á gátt hjá Janusi Kampmann, gittaristi í The Reverends. Hann greiðir frá tónleikinumhjá bólkinum, og at musikalska íblásturin hevur hann serliga fingið frá eldri blues og rockgittaristum. Hoyr innslagið her Í Føroyum er ikki loyvt at bryggja rúsandi drykkir heima við hús, men tað er tað í Danmark. Gunnar Holm Bech býr í Slagelse, har hann hevur sum frítíðarítriv at bryggja øl av ymsum slag. Gunnar heldur, at ølbrygging er meiri enn eitt frítíðarítriv, tað er mentan, sum føroysk lóg forðar føroyingum í at spíla seg út í. Hoyr Gunnar greiða frá í innslagnum Bæði Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin undrast á, at landsstýriskvinnan ikki lurtar eftir teimum mongu ávaringunum um, at búskapurin er ov heitur. Jonhard Hammer, fyritaksstjóri, váttar, at tey hava sagt fimm fólkum úr starvi. Hann sigur orsøkina vera, at tað er ógvuliga trupult at reka privata miðlafyritøku í Føroyum soleiðis, sum umstøðurnar eru í dag. Færoyar skulu lata 9 milliónir í menningar og neyðhjálp næsta ár. Játtanin, sum Føroyar senda til menningar og neyðhjálp úti í heimi, veksur úr 6,5 milliónum upp í 9 milliónir næsta ár. Játtanin er 2,5 milliónir krónur. Pengarnir verða latnir altjóða felagsskapum, til dømis matvørufelagsskapin hjá ST, World Food Programme. Umleið 7.000 føroyingar verða útihýstir í føroyskum sendingum hjá kringvarpinum, tí ongir pengar eru settir av á fíggjarlógini at teksta føroyskar sendingar. Hon sigur, at MBF í fleiri ár hevur arbeitt við álvarsomu avbjóðingini, at einir 7.000 føroyingar, sum hava niðursetta hoyrn, verða útihýstir frá føroyskum sendingum í KvF. Støðan er tann, at hesi ikki kunnu fylgja við í sendingunum, uttan at sendingarnar verða tekstaðar til føroyskt, sigur Tóra við Keldu. Hon sigur, at MBF seinastu tíðina fleiri ferðir hevur sett seg í samband við Mentamálaráðið og landsstýriskvinnuna um hetta mál, men til fánýtis. Nú vit enn einaferð síggja, at ongin upphædd er sett av á fíggjarlógini at teksta sendingar í KvF, kunnu vit ikki annað enn tulka hetta sum, at samgongan einki leggur í viðmerkingarnar frá ST nevndini í samband við hoyringina viðvíkjandi ST sáttmálanum fyri fólk, ið bera brek, sum var í september 2014. At 7.000 føroyingar liva í føroyska samfelagnum uttan at hava atgongd til tær fyriskipanir vit vanliga síggja sum ein sjálvfylgja er ikki í lagi, sigur MBF, sum heitir á fíggjarnevndina um at tryggja, at peningur verður oyramerktur á fíggjarlógini til at teksta sendingar í KvF. Forkvinnan í mentanarnevnd løgtinsins, stjórin á Vága Floghavn og stjórin í Granskingarráðnum siga okkum, hvat tey lesa nú, og hvat tey halda, at tú burdi lisið. Tað halda Kathrina Lindenskov Holm og tvær vinkonur, tí tað var júst tað tær gjørdu fyri nøkrum árum síðan, tá tær hildu, at tær sóust ov sjáldan. Kathrina heldur tað vera gevandi at tosa um eina bók eftir at hon er lisin, tí tú fært meira burtur úr henni. Viðhvørt lesa allar somu bók, og viðhvørt siga tær hinum frá tí, sum tær júst hava lisið. Formurin er ikki so týdningarmikil, tí tað at tær lesa, er høvuðsendamálið. Kvinnulandsliðið fekk ein torføra uppgávu í fyrstu royndini í Serbia. Úrslitið av EM undandystinum var 36 20 til Serbia, eftir 16 9 í hálvleikinum. Serbiska liðið endaði nummar9 í seinasta EM endaspælið og telur millum annað annað leikarar sum Andrea Lekic, sum var vald til heimsins besta leikara í 2013. Hon kann bara blunda, so sær hon ikki, hvat tannlæknin ger aftan fyri hana. Soleiðis sigur Rudolf Joensen til bræv frá kvinnu, sum setur spurnartekin við reinførið hjá sínum tannlækna. Arbeiðseftirltið fer undir at gera neyvari hagtøl fyri arbeiðsvanlukkur og óhapp. Í dag vísa hagtølini ikki um talan er um eitt lítið óhapp ella eina ávarsliga vanlukku. Vit mangla somuleiðis, at tølini verða savnað eitt stað, sigur Leivur Persson, stjóri á Arbeiðs og Brunaeftirlitinum Hvat lesa føroyingar í dag Henda spurning hava vit sett ymsum føroyingum, sum eru meira og minni kendir. Eisini vitja vit bókavørðin Vónbjørt Vang, og spyrja Kathrinu Lindenskov, hvat ein lesibólkur er fyri nakað. Á eplafestivalinum á Sandi eru bæði epli og súrepli á skránni í dag, og vit hava prátað við fólk á staðnum. Væntandi luttaka umleið 1.000 nazistar í mótmælisgonguni, men politiið roknar við umleið 10.000 fólkum, sum møta upp at mótmæla ímóti nazistunum. Tað er bólkurin Nordiska Modst ndsrørelsen, sum skipar fyri mótmælisgonguni hjá nazistunum. Og hildið verður, at bæði víðgongd vinstravend og høgravend fara at luttaka í mótmælisgongu ímót vørjum øðrum. Politiið hevur kallað inn politistar úr øllum landinum at hjálpa til at halda skil á í Gøteborg í dag. Og haraftrat eru eyka vaktir settar við marknaliðið til millum annað Norra, tí fráboðanir komu um fleiri útlendingar, sum skuldu møta upp til mótmælisgongurnar. Væntandi luttaka umleið 1.000 nazistar í mótmælisgonguni, men politiið roknar við umleið 10.000 fólkum, sum møta upp at mótmæla ímóti nazistunum. Tað er bólkurin Nordiska Modst ndsrørelsen, sum skipar fyri mótmælisgonguni hjá nazistunum. Og hildið verður, at bæði víðgongd vinstravend og høgravend fara at luttaka í mótmælisgongu ímót vørjum øðrum. Politiið hevur kallað inn politistar úr øllum landinum at hjálpa til at halda skil á í Gøteborg í dag. Og haraftrat eru eyka vaktir settar við marknaliðið til millum annað Norra, tí fráboðanir komu um fleiri útlendingar, sum skuldu møta upp til mótmælisgongurnar. Tað kunngjørdi katalonski forsetin, Carles Puig demont, framman fyri snurrandi myndatólunum og tíggjutalstúsund fólkum á stórum veljarafundi á Placa Espanya í Barcelona í gjárkvøldið. Stórt stríð hevur annars tikið seg upp millum sponsku miðstaðarstjórnina í Madrid og katalonsku sjálvstýrisstjórnina í Barcalona um ætlaðu fólkaatkvøðuna. Grundlógarrætturin í Spania hevur dømt fólkaatkvøðuna ólógliga, og harvið er alt, sum hevur við fólkaatkvøðuna at gera, at rokna sum ein brotsgerð. Spanska herðnaðar løgreglan hevur gjørt húsarannsóknir á støðum, sum eru undir illgruna fyri at hava samband við fólkaatkvøðuna. Hald er í fleiri umførum lagt á atkvøðuseðlar og atkvøðukassar. Borgarstjórar og skúlastjórar eru hóttir við at verða drigdnir fyri rættin, um teir hýsa fólkaatkvøðuni. Og nógvar heimasíður, sum hava tilknýti til fólkaatkvøðuna, eru stongdar. Fyrireikingarnar síggja út til at vera fólkaræðisliga í ordan, sigur Magni Arge, sum er altjóða eygleiðari í Katalonia fyri fólkatingið. Í morgin sleppa eygleiðararnir at fylgja valinum. Miquel Strubell, sum er ein av undangongumonnunum og stovnarunum av Assemblea Nacional Catalana, sum er meginfelagið hjá øllum loysingarfelagsskapum í Katalonia, greiðir her frá muninum á ymisku fløggunum Amerikanski heilsumálaráðharrin, Tom Price, er farin úr embætinum. Orsøkin er eftir øllum at døma tí hann hevur brúkt ov nógvar pengar upp á at leiga dýr flogfør. Seinastu dagarnar hava tíðindi verið frammi um at Tom price leigaði dýr privat flogfør til almennar ferðir. netmiðilin Politico veit at siga, at price higartil í ár hevur leigað privatflogfar 26 ferðir, tá hann hevur skal hava verið á almennari ferð sum ráðharri. Hetta skal hava kostað meira enn 2,5 milliónir krónur. Ivi er eisini sáddur um, um talan veruliga er um ferðir í almennum ørindum. Tí fleiri av ferðunum hjá ráðharranum hava verið til støð, har hann sjálvur hevur ognir og bygningar. Fyrrverandi landsstýrismaðurin í úttanríkismálum í Grønlandi fer at stovna ein flokk, sum fer at stríðast fyri at loysa frá Danmark. Hann sigur seg sakna eina dagfesting fyri, nær Grønland verður sjálvstøðugt. Vittus Qu jau kitsoq hevur verið limur í Siumut í 28 ár. Orsøkin til at hann tók seg úr Siumut er, at hann vil meira á sjálvstýrisleið enn formaðurin í Siumut, Kim Kielsen, sum eisini er landsstýrisformaður. Vælgerðar súkkluliðini umfata 1700 súkklarar og 400 tænastufólk, og hesi hava nýtt seinasta árið at savna pening inn í Føroyum, Danmark, Svøríki, Noregi, Finnlandi og Íslandi. Føroyum eru 1,2 milliónir savnaðar inn Tað svarar til, at hvør einstakur Team Rynkeby lutakari súkklari eins og tænastufólk lata yvir 29.000 krónur hvør til børn við lívshættisligum sjúkum. Síðani Team Rynkeby byrjaði sín stuðul til børn við lívshættisligum sjúkum í Føroyum, Danmark, Svøríki, Noregi, Finnlandi og Íslandi fyri 15 árum síðani, hevur Team Rynkeby latið áleið 273 milliónir krónur til stríðið móti lívshættisligum sjúkum. Næmingar í skúlunum í Sandoynni hava havt evnisviku við yvirskriftini Matur og tilfeingi. Hetta var í samband við ársins Eplafestival. Tí fóru allir næmingar í skúla leygarmorgun, og fóru skrúðgongu yvir á økið, sum er í Trøðum á Sandi, har tey framførdu sang og leik. Børnini gleða seg og siga sína hugsan. Í kanningini hjá Bárði Larsen av málinum stendur, at TAKS metti, at ongi prógv eru fyri, at Eik sum banki tilvitandi hevur roynt at snýtt seg til ein frádrátt . Tí hendan tulkingin kann vera eitt sindur ring at sameina við upplýsingarnar í skjølum, sum TAKS hevur á goymslu , skrivar Bárður Larsen í síni kanning av málsviðgerðini hjá TAKS í Skattamálinum . Bárður Larsen skrivar, at Í tíðini fram til 30. Juni 2015 eru fleiri týðandi dømi um, at Eik afturheldur upplýsingum og teknar eina villeiðandi mynd av málinum . Í síni skjalagoymslu hevði TAKS sostatt fleiri dømir um, at Eik gav TAKS villeiðandi upplýsingar, men TAKS tók ikki støðu út frá hesum. Bárður Larsen vísir eisini á, at júst upplýsingarnir, sum Eik Banki ikki lat TAKS í fyrstu viðgerðini av málinum áðrenn Fíggjarligt Støðufesti varskógvaði føroyskar myndugleikar um málið blivu brúktir av TAKS í endaligu avgerðini 3. februar 2017. Endaligt avgerðarskriv, dagfest 3. Februar 2017, vísa eisini, at júst skjølini frá SPEKT 2013 og 2014 og KPMG í 2011 vóru avgerandi fyri grundgevingina , skrivar Bárður Larsen. Júst tey skjølini, sum SPEKT og onnur eggjaðu leiðsluni í Eik til at geva TAKS áðrenn kontaktina í 2013, vístu seg at vera avgerandi fyri málið . Bárður Larsen metur, at tað er sannlíkt, at Eik Banki tilvitað afturhelt hesar upplýsingar, soleiðis at TAKS kom til skeiva niðurstøðu á sumri 2015. So er nærliggjandi at halda, at tað liggur eitt tilvitað val aftanfyri um ikki at geva TAKS teir upplýsingar, sum kunnu leiða TAKS á skeiva kós móti eini avgerð, ið ikki er til fyrimuns fyri Eik . Nú tá tíðirnar eru góðar, kunna vit ikki lata samfelagbólkar, sum ongantíð hava fingið lut í framgongdini, vera lopin um, nú í søguliga góðum tíðum, sigur Sonja Jógvansdóttir. Guðstænastan varð send sunnudagin 1. oktober 2017. Sálmarnir vóru 327 Hin signaða dag vit síggja fró 200 Hin sterki Krist sleit deyðans bond, 664 so troystarleyst og eftir prædiku 267 Eg veit, hvar góð er grundin 201 Grøvin sterka rivnað er Við orglið sat Jóanes Mørkøre, Jógvan Dam var klokkari, deknur var Øssur av Steinum og fyri tí tøkniliga í kirkjuni stóð Alexander Gaard Maria Jørðdal Niclasen, prestur, prædikaði Hoyr guðstænastuna her Vit hava samband við Pyong yang, høvuðsstaðin í Norðurkorea, segði Rex Tillerson og váttaði, at tað í Washington verður kannað, um møguleikar eru fyri at tosa við norðurkoreanska forsetan og stýri hansara. USA hevur seinastu mánaðirnar verið í hørðum orðadrátti við Norðurkorea, eftir at landið hevur roynt rakettir og eina hydrogen ella vetnis bumbu, men ikki fyrr enn nú er váttað, at partarnir hava samband hvør við annan. Amerikanski forsetin hevur sagt um norður koreanska einaræðis harran Kim Jong un, at hann er á eini sjálvmorðsferð, og Donald Trump hevur hótt við at leggja Norðurkorea í oyði um USA ella seineind lond í Asia verða álopin. Kim Jong un hevur svarað aftur, og so seint sum í gjár kallaði hann Donald Trump ein gamlan psykopat, sum er til reiðar at seta í verk eina kjarnorku vanlukku, har Amerika fer at søkka í eitt eldhav, sum norður koreanski forsetin tók til. So hvørt Norðurkorea hevur roynt bumbur og rakettir, hevur ST samtykt nýggj tiltøk ímóti landinum fyri á tann hátt at noyða Norðurkorea at gevast. Tí er amerikanski uttanríkisráðharrin í Kina, har hann roynir at sannføra Xi Jin ping, forseta og kinesisku stjórnina um at seta tiltøkini í verk, sum ST hevur samtykt. Associated Press tíðindastovan skrivar, at amerikanskir diplomatar í fleiri mánaðir hava havt regluligt samband við diplomatar á sendistovuni hjá Norðurkorea í New York. Og hóast amerikanski uttanríkis ráðharrin ikki fyrr enn nú váttar, at samband er millum londini, so hevur hann fleiri ferðir róð framundir, at so er, skrivar AP. Oddaliðið Víkingur greiddi sína skyldu í Fuglafirði, har teir vunnu heili 5 1 á ÍF í dag. Við sigrinum er Víkingur so gott sum á málstrikuni í FM stríðnum, har fimm stig eru niður til B36, sum vann týdningarmiklan sigur á Skála. FM møguleikarnir hjá KÍ eru nærum horvnir, eftir at teir spældu málleysan javnleik við Stórá. Hjá TB FCS Royn er størri gleði um eina stigið, tí nú eru teir tryggjaðir frá niðurflyting saman við Skála og EB Streymi. ÍF Víkingur 1 5 0 1 Adeshina Lawal 6 1 1 Niels Pauli Danielsen 9 1 2 sjálvmál 20 1 3 Adeshina Lawal 71 1 4 Sølvi Vatnhamar 76 1 5 Hans Pauli Samuelsen 79 Skála B36 2 3 0 1 Patrik Johannesen 3 1 1 Michal Pzrybylski 40 2 1 Brian Jacobsen 62 2 2 Jógvan Skeel Nolsøe 65 2 3 Patrik Johannesen 68 HB EB Streymur 2 3 1 0 sjálvmál 22 2 0 Rókur av Fløtum Jespersen 41 2 1 Andras Olsen 50 2 2 Petur Zachariassen 62 2 3 Arnbjørn Hansen 80 07 Vestur NSÍ 2 3 1 0 Søren Nielsen 38 1 1 sjálvmál 42 1 2 Klæmint Olsen 45 1 3 Pól Jóhannus Justinussen 52 2 3 Ken Fagerberg br. 71 Støðan í EFFO deildini 1 Víkingur 52 2 B36 47 3 KÍ 46 4 NSÍ 43 5 HB 37 6 TB FCS Royn 29 7 Skála 29 8 EB Streymur 29 9 07 Vestur 22 10 ÍF 9 Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS, segði í Degi og Viku týskvøldið, at upplýsingarnir, sum TAKS fekk aftaná, at Fíggjarligt Støðufesti varskógvaðu føroyskar myndugleikar um málið, vóru óviðkomandi fyri málið. Seks ferðir eg endurtaki, SEKS ferðir vísir TAKS í síni endaligu niðurstøðu til upprit frá grannskoðarunum og Fíggjarligum Støðufesti. TAKS kendi ikki nakað av hesum uppritunum, tá TAKS í juni 2015 játtaði Eik Banka at viðgera yvirtikna hallið sum skattligt goodwill, sigur Jørn Astrup Hansen. Vóru hesi uppritini óviðkomandi, soleiðis sum Eyðun Mørkøre stjóri á TAKS sigur, hví vísir TAKS á uppritini í síni niðurstøðu, spyr Jørn Astrup Hansen. Sambært Jørn Astrup Hansen er einki skil í frásagnini hjá TAKS um, at Eik Banki hevði rætt til skattafrádrátt fyri goodwill, men at virði á hesum frádrátti var 0 krónur. Katrina Maria Christiansen hevð als ikki roknað við, at Daily Star fór at brúka myndirnar í stórari grein har spurt verður, hvørt Kristina Maria man vera heimsins vakrasta Manchester United fjeppa. Hon viðgongur tó, at hon so smátt er farin at hugsa um, hvat hon kann brúka Instagram til, nú fylgjararnir eru vorðnir so nógvir í tali. Tí verður inngjaldið ikki lækkað, sigur Henrik Old, landsstýrismaður, í svari til Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinnu. Leiðslan í ALS segði í 2007, at ALS eigur at hava 800 milliónir krónur í eginogn. Tá varð roknað við einum prosenti í inngjaldi. Inngjaldið er nú 1,25 prosent. Eginognin hjá ALS minkaði frá 2010 til 2013, tá eginognin fór úr 714 milliónum niður í 307 milliónir. Hon minkaða góðar 400 milliónir krónur í fýra ár. Í 2015 varð avgjørt, at tá arbeiðsloysið er minni enn 4,25 til 4,50 prosent, skal Arbeiðsloysisskipanin hava avlop og verða styrkt fíggjarliga. Annars kann hon hava hall, tá arbeiðsloysið er størri. Lógin um ALS skal kanska broytast, so skyldan hjá skipanini at hjálpa arbeiðsleysum við ymiskum átøkum á arbeiðsmarknaðinum verður lagað til arbeiðsloysið í landinum, sigur Henrik Old eisini í svarinum til Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir undrast eisini á, at lønin til starvsfólkini hjá ALS var næstan tríggjar ferðir so stór í fjør sum í 2011. Ræðist tú klovnar, er hetta ikki tann lættasta tíðin, tí seinastu vikurnar hevur filmurin IT gingið í biografunum bæði uttanlands og her heima. Talan er um ein gysara, og er grundaður á romanina við sama navni eftir Stephen king. Filmurin snýr seg um nøkur børn, ið berjast móti tí ónda, og tað er har at klovnurin Pennywise kemur inn í myndina. Av tí at filmurin gongur í biografunum júst nú, so eru myndir av óhugnaliga klovninum at síggja rættiliga nógva staðni á netinum og í sjónvarpinum. Og tað hóvar ikki teimum, ið hava klovnafobi. Ert tú blivin kløkkur av einum klovni, kann tann upplivingin hava sett seg so mikið fast, at tú fært ein ótta fyri klovnum. Altso eina fobi, sigur Erling Fles. Tað er eitt sindur tað sama við jólamonnum, tí tá tað er okkurt slag av eini masku, er ikki eins lætt at avlesa andlitsbrøgdini, og persónurin hevur kanska eisini ein annan verumáta enn flest onnur fólk, sigur Erling Fles. Tórshanvar sløkkilið hevur arbeitt við at rudda vegirnar í Tórshavnar kommunu, og Landsverk hevur heitt á sløkkilið í hinum kommununum um at rudda sínar vegir. Mesta oljan er, har bussurin er steðgaður á, tvs. við busssteðgistaðið í Skálabotni, á Skipaneskrossinum, inn til Syðrugøtu, og í rundkoyringini við kirkjuna í Leirvík. Fyrr hevur tað verið soleiðis, at stýrið sjálvt hevur avgjørt hvør skal hava fyrstu kærleikskúluna, men í ár hevur stýrið tikið avgerð um at broyta hesa mannagongd, so almenningurin eisini fær møguleika at koma við innstillingum. Kravið er at viðkomandi, sum verður innstillaður, skal hava gjørt nakað serligt fyri fólk. sum bera brek, nakað útyvir teirra vanliga yrki. Hedvig Johansdóttir, stjóri á Dugna, sigur, at peningurin, sum kemur inn fyri kærleikskúluna, hjálpir væl til at betra um arbeiðsumstøðurnar hjá starvsfólkunum á Dugna. Á tíðindafundi hjá løgregluni um skottilburðin, segði Joseph Lombardo, politimeistari í Las Vegas, at í mista lagi 20 fólk hava latið lív og meira enn 100 eru særd. Og gerningsmaðurin er deyður. Hildið verður, at bert ein persónur hevur latið skotini av, men løgreglan kannar kortini, um fleiri gerningsmenn hava verið, sigur politimeistarin í Las Vegas. Hóast Uni Rasmussen bæði rennur og rør, so hevur hann ikki súkklað nakað serligt. Men tað hugsar hann ikki nógv um, nú hann er blivin partur av súkkluliðnum, ið skal súkkla til París í juli mánað næsta ár. Mær dámar væl avbjóðingar, so tí royni eg hetta, sigur Uni Rasmussen, sum brúkar eina tandem súkklu. Ein súkkla, har tveir persónar sita á og súkkla. Teir báðir komu úr Danmark við Norrønu. Hashið var í sodavatnsfløskum, sum blivu tveittar fyri borð í Havn og síðani tiknar upp aftur úr sjónum. Tað var danin Lars Christian Kræmmer sum kom við hugskotinum til Art Money og nú er hetta blivin ein altjóða listaframsýning, sum ferðast um allan heim. Nú er framsýningin í Føroyum, og næsta framsýningin verður í Australlien, siga listakvinnurnar Anne Mette Lehrskov Schmidt og Karen Sennefelder, sum hava sett listaframsýningina Art Money upp í Smiðjuni í Litluvík í Havn. Uppskotið, sum hevur samband við fíggjarlógaruppskotið fyri 2018, hevur ikki verið til hoyringar, áðrenn tað er lagt fram í løgtinginum. Eyðun Christiansen sigur, at tey kanna nú í Kommunufelagnum, hvussu tey skulu lofta uppskotinum, og hvat tey skulu gera, nú tað er komið í løgtingið. Eingin nýggjur sáttmáli er gjørdur, men samráðingarnar við tey stóru fakfeløgini halda fram, og hálvan oktober er ætlanin at onkrir sáttmálar skulu verða komnir undir land. Tað sigur stjórin á Lønardeildini, Jan Mortensen. Sambært fólkaskúlalógini skal landsstýrisfólkið á hvørjum ári skipa fyri landsroynd í føroyskum, støddfrøði og náttúru og tøkni í 4. og 6. flokki í fólkaskúlanum. Landsstýriskvinnan í mentamálum sigur, at ávísar avbjóðingar hava verið við skipanini, og tí verður mælt til, at í ávísum førum kann víkjast frá kravinum um at skipa fyri landsroyndum. Uppskotið hevur eisini týdning fyri fíggjarlógina, tí verður landsroynd ikki hildin í einum ári, sparir landskassin umleið 800.000 krónur , stendur í viðmerkingunum til uppskotið. ES hevur staðfest, at fólkaatkvøðan í Katalonia var ólóglig, sambært sponskum statsrætti, men ger samstundis greitt, at harðskapur eigur ongantíð at vera eitt amboð í politikki. Um løgtingið samtykkir at lata fleiri pengar til kommunulæknaskipanina, fær Heilsutrygd boð um at søkja eftir fjórða kommunulæknanum til Skálafjarðar læknadømi. Fakfeløg og feløg hava boðað frá aðalverkfalli, sum aftursvar til álvarsligu brot á rættindi og frælsi, tá fólkaatkvøðan varð hildin sunnudagin. Tað skrivar BBC í morgun. Nøkur løgreglufólk royndu at forða fólki í at atkvøða við at skjóta við gummikúlum og herja á valhøli og reka fólk á dyr. 33 løgreglufólk fingu løstir sunnudagin, siga katalanskir heilsumyndugleikar. Víðagitna fótbóltsliðið í Barcelona fer eisini í verkfall, hóast liðið eftir skránni ikki skal spæla nakran dyst í dag, og tað fara lærdu háskúlarnir og søvnini fyri samtíðarlist í Katalonia eisini, skrivar BBC. Katalonski forsetin, Carler Puig demont, sigur, at hann vil hava størri viðurkenning frá stjórnina í Madrid. Men stjórnin við Mariano Rajoy, forsætisráðharra, á odda, hevur ávarað um, at sjálvsavgerðarrætturin, sum Katalonina hevur, kann verða tikin frá teimum aftur. Katalonsk embætisfólk siga, at nærum 90 prosent av veljarunum tóku undir við loysing, men vallutøkan var lutfalsliga lág, 42 prosent, og tað ger støðuna hjá Carler Puig demont veikari. Tom Burridge, journalistur hjá BBC í Barcelona, sigur, at tá hugsað verður um ruðuleikan, sum valdaði undir fólkaatkvøðuni, eigur vallutøkan og atkvøðutalið at takast við fyrivarni. Býráðið samtykti hósdagin við átta atkvøðum fyri, einari ímóti og einari blankari at taka undir við tilmælinum frá meirilutanum í Byggi og býarskipanarnevndini um at broyta byggisamtyktina. Uppskotið um at broyta byggisamtyktina verður nú saman við mótmælunum sent Býarskipanarnevnd landsins, sum ger tilmæli til landsstýriskvinnuni í kommunumálum, Sirið Stenberg. Hon tekur síðani avgerðina um byggisamtyktina á Skála. Endamálið er at virka fyri størri samstarvi og betri samskifti um verkætlanir, sum kunnu stuðla búskaparmenning í oyggjasamfeløgum. Ólavur Gregersen frá Ocean Rainforest fer at leggja fram royndirnar við taraframleiðslu, og Sissal Kristiansen greiðir frá royndunum at gera mótaklæði burtur úr eitt nú tara og fiskaskræðu. Í morgin verður Høgni Hoydal, landsstýrismaður, fundarstjóri á fundi, sum skal taka støðu til, hvussu ráðstevnan kann geva íblástur til framhaldandi samstarv. Ráðstevnan, sum eitur so mikið sum Large Ocean Nations Forum on Blue Economy er komin í lag, tí Fiskimálaráðið hevði formansskapin í norðurlendska fiskivinnusamstarvinum í 2015. Norðurlendska ráðharraráðið, Norrønt Atlantssamstarv, stytt NORA, Matvøru og landbúnaðarfelagsskapurin hjá ST, tað er FAO, og bretska Commonwealth stuðla ráðstevnuni. Frá 1.oktober til 1.november er Anette Lykke Petri, skrivstovustjóri í Styrelsen for Patientsikkerhed, settur landslækni í Føroyum. Íðkarir hjá kvinnunum. Frá vinstru Marý F. Petersen, Christina T. Arge, Rebekka I. Rein, Elsbet L. Dalbø og Astrið N. Breckmann. Høvuðsvenjari hjá kvinnunum er Anna Margit Thomsen og hjálparvenjari er Barbara D. Eiriksfoss. Vøksturin er størstur í vørubólkinum búnýti og innbúgv við umleið 7 , meðan hann er um 3 4 í bólkunum matur og drekka og klædnavørur og fótbúnaður. Orsøkin er millum annað, at fólkatalið er vaksið, og at tað sum heild gongur væl í Føroyum. Tað er eisini príshækking í bólkinum matur og drekka, meðan tað er ein príslækking í vørubólkinum búnýti og innbúgv. Ein kanning, sum júst er almannakunngjørd í Danmark, vísir, at bara ein triðingur av foreldrum at ungum í aldrinum 16 til 20 ár hevur eina greiða avtalu við børnini um alkohol og veitslur. Sum útgangsstøði eru vit í SSP av tí fatan, at vit skulu halda okkum til reglurnar, sum siga, at mann drekkur ikki, fyrr enn mann er 18 ár, sigur Óli Rubeksen frá SSP. Í SSP ferðast tey runt á teir ymisku skúlarnar í landinum og fortelja millum annað um ung og alkohol. Vit halda ikki, at mann sum foreldur skal hava nakra avtalu við barnið um alkohol, tí er ein avtala, er tað tað sama sum at siga, at mann góðtekur at barnið drekkur, sigur Óli Rubeksen. Kjakið um liberalu vápnalógina í USA er aftur kyknað, men tað vísir seg, at tey peningaligu áhugamálini viga nógv, sigur føroyska kvinnan. Í flogfarinum niður til Danmarkar lovaði eg, at hetta fór at verða mítt seinasta maraton, men longu nú veit eg, at eg fari at renna eitt maraton í vár, sigur Beinta Hoydal Joensen. Eitt nú eri eg givin við at drekka vanliga mjólk og eta mjólkaúrdráttir. Eg havi í fleiri ár havt eitt slag av astmu, tá eg renni, men síðani eg gavst við mjólkini, merki eg einki til tann trupulleikan, sigur Beinta Hoydal Joensen. Í morgunsendingini fortaldi hon um millum annað upplivingarnar, hon hevur havt í sambandi við maratonkappingarnar, hon hevur luttikið í, og hvussu gerandisdagurin er, tá mann venur til maraton. Tað er ikki óvanligt, at børn hava ilt í búkinum, høvuðpínu og eru ógvuliga troytt, men tá tey so verða kannað, vísir tað seg, at tey eru strongd. Tær flestu geva kommununum fleiri inntøkur, sigur Kristiana Háfoss, landsstýriskvinna, nú fyritíðarpensjónistar fáa 1.000 krónur meira um mánaðin næsta ár. Í triðju og seinastu sendingini í sendirøðini Skriftstøð tosa høvundin og bókmentafrøðingurin, Kim Simonsen og Siri Ranva Hjelm Jacobsen, ið eins Kim er høvundi og kanditatur í bókmentafrøði, millum annað um rættin at lýsa eitt land við gestsins eyga. Tey tosa um mál, um at bera landslagið og støðini í sær, um kensluna av heimi, um hvørt skaldskapur og list er eitt kall, um at hava hurðar opnar til onnur lond og mentanir, um at vera føroyingur í Danmark og dani í Føroyum, um privilegiir, um støðuna hjá føroyskum bókmentum í 2017, og um hvussu tjóðskaparkensla og rørsla eisini hava sínar skuggasíður og vansar. Siri Ranva Hjelm Jacobsen er 36 ára gomul, og triðja ættarliðs føroyingur. Í 2015 debuteraði hon við ættarskaldsøguni, Ø, ið snýr seg um at venda aftur til eitt heim, ein aldri hevur búleikast í. Í Ø stjelur Siri við ørmun og beinum frá veruleikanum, men leggur dent á, at tó so, er talan um eina listarskaldsøgu. Í samband við arbeiði og við útgávuna av skaldsøguni, hevði Siri mong ivamál. Millum annað var hon sera óttafull um, hvussu føroyingar fóru at taka ímóti eini danskari skaldsøgu, ið snúði seg um Føroyar og føroysk viðurskifti. Harumframt arbeiður Siri við trupuleikanum í at skilja millum mentan og mál, og við tí frástøðu, sum tað, ikki at meistra eitt mál, kann hava við sær. Eisini greiðir hon frá, hvussu hon metir og upplivir, at føroyingar og føroysk mentan verða móttikin í Danmark. Føddur í 1970 hevur Kim Simonsen búleikast í útlandinum fleiri ár enn hann hevur búð í Føroyum. Hetta hevur merkt hann, og hevur givið honum eina aðra ballast, enn hann annars hevði haft, er hansara meting. Kim arbeiðir dagliga við hugtakinum tjóðskapur, við máli, mentan og bókmentum, og tað er úr rúminum har sosiologi og mentan hittast, at Kim tosar. Í hesi sendingi nertir hann millum mangt annað við teir vansar og tær avmarkingar, eitt kravt mál setir, um týdningin av arbeiðsfriði, av at liva uttanfyri Føroyar, av at skriva minni hátíðarligar bókmentir, um nýggjar hættir at skriva á, og um tann týdning, meir blandaður tjóðskapur hevur fyri eitt land og tess mentan, eins samband við onnur lond og mentanir og týðing av bókmentum eru av alstórum týdningi. Barentshavið er mest týðandi fiskileið hjá flakatrolaranum Enniberg. Tí fóru ávaringarlampurnar í reiðarínum at blinka, tá landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum setti í nýskipanaruppskotið, at 25 prosent av kvotunum í Barentshavinum skulu seljast á uppboðssølu, og harafturat upp til sjey prosent skulu latast út sum menningarkvotur. Enniberg hevur síðstu mongu árini havt rætt at fiska 23 prosent av føroysku kvotuni í Barentshavinum. Tá kvotan hevur verið 30.000 tons, hevur tað givið Enniberg stívliga 7000 tons at fiska. Sambært fiskivinnunýskipanaruppskotinum fer stívliga ein triðingur burturav til uppboðssølu og menningarkvotur. Fiskivinnunýskipanin verður ein vanlukka fyri flakatrolaran Enniberg, sigur Kaj Johannesen, reiðari, sum vísir á, at Enniberg í besta føri kemur at hava kvotur til eitt hálvt ár. Reiðarin hevur einki álit á uppboðssøluni eftir vánaligu royndirnar, Enniberg hevur havt við royndaruppboðssølunum, bæði í 2016 og aftur í 2017. Mínar royndir við uppboðssøluni eru, at hon kann ikki kallast marknaðargrundað, men heldur kasinogrundað. Kasinogrundað gambling, sigur Kaj Johannesen. Enniberg fekk einki burtur úr á royndaruppboðssøluni í ár, men í fjør varð reiðaríið meira aggressivt og keypti allan tann partin aftur á royndaruppboðssøluni, sum reiðaríið metti seg hava mist burturav upprunakvotuni. Royndaruppboðssølan í fjør kostaði Enniberg 3,7 milliónir krónur, og tað var útvið helvtina av samlaða úrslitinum hjá okkara reiðaríi árið fyri, sigur Kaj Johannesen. P F Enniberg hevur havt nøkur góð ár. Yvirskotið í 2014 var 10,4 milliónir, yvirskotið í 2015 var smáar sjey milliónir og yvirskotið í 2016 var 4,7 milliónir krónur. Felagið er væl konsoliderað og eginpeningurin er nú komin uppá 162 milliónir krónur. Tí hevur reiðaríið fíggjarligu styrkina at kappbjóða um kvoturnar í Barentshavinum, ásannar Kaj Johannesen. Reiðarin hevur tó, eftir at hava verið á royndaruppboðssølu í 2016 og aftur í 2017, einki til yvirs fyri uppboðssøluni, sum hann skírir at vera ta reinu gambling. Kaj Johannesen hevur hoyrt argumentini, at á eini uppboðssølu fer eingin reiðari at bjóða meira fyri fiskin enn hann hevur ráð at gjalda. Veruleikin er tó ikki heilt so einfaldur, tí uttan kvotur liggur skipið, og tann støðan kann trýsta reiðaran at bjóða yvirprís á uppboðssøluni, sigur Kaj Johannesen. Ynskið um at selja rættin at fiska á uppboðssølu hevur staðið ovarlaga á breddanum, síðani sitandi samgonga tók við fyri tveimum árum síðani. Sambært Kaj Johannesen hevur reiðaríið Enniberg roynt at laga seg til henda nýggja veruleika, eittnú við at vera við á báðum royndaruppboðssølum higartil. Men útlitini eru døpur, nú fiskivinnunýskipanin enn einaferð er komin í tingið. Omaná kemur tilmælið hjá ICES um at lækka heildarkvoturnar í Barentshavinum við 20 prosentum. Fylgja Norra og Russland tilmælinum, so verða bara 24.000 tons til Føroyar og 3800 tons eftir til Enniberg. Og skuldi tað harumframt hent, at Norra og Føroyar enda í einum stríði um norðhavssildina, eins og londini stríddust um makrelin fyri fáum árum síðani so kann avleiðingin av tí vera, at føroysku flakatrolarar verða útihýstir úr norska partinum av Barentshavinum. Kaj Johannesen er so smátt farin at fyrireika seg til 1. januar í 2018, tá partur av veiðigrundarlagnum skal keypast á illa lýddu uppboðssøluni. Reiðarin er farin at hugsa alternativar møguleikar Tað kann til dømis vera at flyta størri part av virkseminum úr fiskivinnuni yvir í ognarmarknaðin og har gera íløgur í bygningar at leiga út, sigur Kaj Johannesen. Umframt at reka fiskivinnu, so eigur P F Enniberg í dag helvtina av sølumiðstøðini SMS, umframt aðrar skrivstovubygningar í høvuðsstaðnum, sum verða leigaðir út. Í sendingini tosa vit við Hans Holm, Hanus Kamban, Jógvan Hansen, Birgit Remmel, Eirik Lindenskov, Búa Rouch, Rúna Brattaberg, og Susanne Brattaberg. Tú kanst hoyra sendingina her Eisini Nigel Farage, sum er fyrrverandi formaður í UKIP og evropatinglimur, fanst hvassliga at sponsku stjórnini fyri handfaringina av fólkaatkvøðuni. Uttanumtos kallar borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Annika Olsen, tað, sum Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, segði í Útvarpinum í gjár um kommunuskattin. Hví skal tað geva landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum rætt til at senda kommununum eina rokning upp á 25 milliónir krónur , spyr Annika Olsen. Men hví gevur hetta landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum rætt til at senda kommununum eina rokning upp á 25 milliónir krónur , spyr Annika Olsen. Avtalan um makrelin, sum Føroyar, Noreg og ES gjørdu fyri nøkrum árum síðani, er eisini galdandi fyri 2018. Tí mugu partarnir tosa saman fyrst, áðrenn støða verður tikin til tilmælið frá ICES, um fiskiskapin eftir makreli næsta ár. Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður, eftir at ICES mælti til at minka fiskiskapin eftir makreli meira enn ein triðing, niður í 551.000 tons í 2018 Tey vórðu øll boðin teimum 11 á bíðilistanum, sum vildu keypa á Hamrabøi, við lutakasti eftir teirri mannagongd, sum hevur verið brúkt higartil. Meir skal fáast burturúr fiskinum, serliga tí sum ikki verður gagnnýtt í dag. Tað er endamálið við eini stórari ráðstevnu sum er á Malta, og sum norðurlendska ráðharraráðið og Fiskimálaráðið skipa fyri í felag. Nógv umboð úr Føroyum eru við á ráðstevnuni, millum annað Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum Nú fríhandilssáttmálin millum Føroyar og Turkaland er komin í gildi, kunnu tey, sum hava bíðað eftir honum, útflyta til Turkalands. Fyri fiskavørur eru krøvini tey somu sum í ES, og løggildu fiskavirkini í Føroyum kunnu útflyta til Turkalands við serskildari heilsuváttan, sum skal fylgja við vøruni. Fiskimálaráðið boðaði frá í Noregi tann 21.februar at fiskiloyvið varð latið. Norska fiskimálaráðið váttaði dagin eftir, at tað hevði fingið fráboðanina úr Føroyum. Skattainntøkurnar verða mettar til tvær milliardir og 255 milliónir krónur , og avgjøldini verða mett til tvær milliardir 730 milliónir krónur Rakstrarútreiðslurnar eru 4,6 milliardir, og 343 milliónir verða brúktar til løgur. Sostatt verður metta avlopið á fíggjarlógini 408 milliónir krónur Harumframt verða brúktar 35 milliónir krónur til Eysturoyar og Sandoyartunlar, 20 milliónir til Taldgildu Føroyar og hálv sjeynda millión í íløgustuðli til eftirskúla í Suðuroynni, húsarhaldsskúla í Klaksvík, og bókasøvn og ítróttarháskúla í Vági. Til samanberingar eru bara 11,1 prosent av føroyingum í sama aldusbólki gift. Sostatt er tað meiri vanligt í aldursbólkinum at vera á Tinder, enn at vera giftur. Mentamálaráðið fer nú at taka saman um kærurnar, sum lærarar á studentaskúlanum í Hoydølum, reistu ímóti rektaranum á Glasi. Rektarin svaraði í farnu viku svarinum frá lærarunum, og so lítið nýtt er komið fram, at nú verður tikið samanum, sigur aðalstjórin í Mentamálaráðnum. Yvirfriðingarnevndin skal viðgera áheitanina frá Føroya Náttúru og Umhvørvisverndarfelag, um at friða økið vesturi á Víkum í Vágum. Føroya Náttúru og Umhvørvisfelag heitti herfyri á friðingarnevndina fyri Vága sýslu um at friða økið. Mælt varð til at friða alt økið, frá Fjallavatni til Barðið. Men tað kundi friðingarnevndin ikki, tí málsøkið hjá nevndini fevnir ikki um sjógvin, bert um økir á landi, sigur Finnbogi Midjord, sýslumaður og formaður í friðingarnevndini fyri Vága sýslu Jens Petur Brattalíð hevur drúgvar royndir sum samskipari og fyriskipari, bæði í ítróttarhøpi og samferðslusamskipari á Strandfaraskipum Landsins, skrivar Vágs ítróttarráð. Hann hevur eisini verið hallarleiðari í Vágs Høll, og royndir sum samskipari hjá bæði FC Suðuroy og TB. Fýra umsøkjarar vóru til starvið. Avgjaldið er nú um 2 evrur umleið 15 krónur um dagin fyri hvønn vaksnan útlending fyri náttina, og metta varð, at inntøkan av tí fór at gerast væl omanfyri 600 miljónir krónur. Men nú hækkar miðalavgjaldið upp í tríggjar evrur um dagin góðar 22 krónur , og tey, sum gista á góðu gistingarhúsunum skulu rinda fýra evrur um dagin 30 krónur í avgjaldi fyri hvønn vaksnan persón, skrivar Daily Mail. Nýggju avgjøldini fevna eisini um ferðafólk, sum vitja oyggjarnar við ferðamannaskipi. Tey skulu nú rinda tvær evrur fyri hvønn persón. Hækkingin av ferðaavgjaldinum kemur í gildi í 2018 og fevnir um øll ferðafólk, sum eru 16 ár og eldri, og sum vitja í oyggjunum summarmánaðirnar, mai til oktober. Tað merkir, at ein persónur, sum næsta summar gistir á góðum gistingarhúsi í tvær vikur, skal rinda tilsamans 420 krónur í avgjaldi. Fyri barnafamiljur við vaksnum børnum kann talan sostatt verða um nakrar túsund krónur í avgjaldi. 500.000 børn og vaksin flýggja í løtuni undan valdsgerðum og ágangi í Myanmar. Í Sýria eru familjur fangaðar í krígsherðjanum økjum. Í Yemen berjast børn fyri lívinum orsaka av kolera og hungri. Og aðrar staðir í verðini standa fólk uttan tak yvir høvdið eftir ódnarveður. Í Føroyum letur Reyði Krossur klædnahjálp til barnafamiljur í trongstøðu, vitjanartænastu til einlig, samarittatænastu á festivalum, fyrstuhjálparskeið og hevur handlar í sambandi við klædnaendunýtslu. VinstraGrøna rørslan hevði fingið sløk 29 prosent av atkvøðunum, Sjálvstæðisflokkurin hevði verið næst størstur við góðum 22 prosentum, Piratflokkurin og Samfylkingini høvdu fingið hvør síni 11 prosent, og nýggi flokkurin hjá Sigmundi Daviði Gunnlaugsson, Miðflokkurin , hevði fingið 9 prosent av atkvøðunum. Fyrrverandi flokkurin hjá Gunnlaugsson, Framsóknarflokkurin, hevði fingið sløk 6 prosent, og Flokkur Fólksins hevði eisini fingið sløk 6 prosent. Viðreisn hevði fingið 3 prosent og Bjørt Framtíð beint undir 3 prosent. Hesi báðir flokkarnir høvdu sostatt ikki fingið umboð í Altingið, um val var í dag. Í kanningini varð spurt, hvønn tey valdu seinast. Kanningin vísur, sambært MBL.is, at tey, sum valdu flokkin, Bjørt Framtíð, seinast, fara at velja Samfylkigina nú. Tað eru Fr ttablaðið, Støð 2 og Vísir, sum gjørdu kanningina 2. og 3. oktober. Ringt varð til 1.354 fólk, og 800 svaraðu. Svar lutfallið var sostatt 59,1 prosent, og av teimum svaraðu 62,1 prosent. Umleið 9 prosent siga seg ikki fara á val ella fóru at atkvøða blant. 11 prosent hava ikki tikið støðu og sløk 18 prosent svaraðu ikki spurninginu. Skúlin á Løgmannabreyt og Hoyvíkar Skúli hava ongar handaligar ella kreativar væl lærugreinar á tímatalvuni hjá 8. og 9. flokkunum í ár. Fleiri skúlastjórar vilja hava ikki bókligu lærugreinirnar eyðmerktar á játtanini til fólkaskúlan, tí eingin játtan er til hesi fak. Tað merkir, at tímarnir skulu takast onkra aðrastaðni, siga Høgni Joensen, skúlastjóri á Løgmannabreyt og Jens á Skipagøtu, varaskúlastjóri í Hoyvíkar Skúla. Skúlin við Løkin bjóðar fimm val lærugreinar, sum ikki eru bókligar til 8. og 9. flokkar. Hetta verður millum annað gjørt við at leggja 6 flokkar saman tríggjar tímar týsmorgun. Tríggjar 8. flokkar og tríggjar 9. flokkar. Tað eru 121 ung, sum so velja millum fimm val lærugreinar. Rigmor Dam, Landsstýriskvinna í mentamálum heldur, at handaligu lærugreinarnar skulu raðfestast, og at vit skulu hugsa alt skúlaøkið øðrvísi. Morgunstjørnan yvir Wittenberg er nýskrivaður leikur, sum Eyð Matras hevur skrivað, og sum hon fer á palli við í Posthúskjallaranum í Klaksvík fríggjakvøldið. Vit hitta Eyð, eins og vit eisini tosa við Magna Husgaard, ið hevur gjørt tónleik til leikin. Eisini tosa vit við Árna Baldvinsson, ið hevur ljóssett, eins og vit hoyra brot úr nýggja leikinum, ið er skrivaður um konu Martin Luther Katarinu von Bora. Niva Christensen er útbúgvin mentanarsøgufrøðingur og starvast sum leiðari á Nuuk Kunstmuseum. Og í hesari samrøðuni nemur hon við eitt nú grønlendska list og Nuuk Kunstmuseum. Vit tosa eisini við danska rithøvundan Christina Hesselholdt, ið er í uppskoti til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í ár. Og í samrøðuni við Vónbjørt Vang, har hon trívir í nakrar nýggjar bøkur úr rúgvuni, nevnir hon millum annað Christinu Hesselholdt. Tú kanst hoyra sendingina her Heilt einfalt tí, at stundir eru ikki til at avgreiða málið í løgtinginum fyri 25.oktober, sigur Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður. Eftir fyrstu viðgerð í løgtinginum skal grein 25 nevnd við fólki úr øllum flokkum á tingi viðgera stjórnarskipanaruppskotið, áðrenn tað kemur til atkvøðugreiðslu fyrst eftir aðru viðgerð og seinni eftir triðju viðgerð, um tað altso verður samtykt eftir aðru viðgerð. Tá skal tingið millum annað viðgera skattalættan hjá fyritíðarpensjónistum, sum hevur fingið øði í kommunurnar, tí hann kostar teimum 25 milliónir krónur í mistum skatti. Brúkaraumboðið er komið uppí, tí Føroya Tele hevur kært Vodafone fyri at brúka orðini Føroya besta, og Vodafone hevur kært Føroya Tele fyri at brúka orðini Føroya besta. Tá báðir teir stóru fjarskiftisveitararnir hava mál hjá Brúkaraumboðnum um tað sama hjá hvørjum øðrum, verða málini ikki fráboðað løgregluni á hesum sinni. Brúkaraumboðið sigur, at skjalprógv, sum kunnu brúkast sum prógv fyri orðini Føroya besta, eiga at vera grundað á tað, sum uttanveltaðir myndugleikar við viðurkendum fakligum førleikum hava sagt ella kannað. Hóast fyribilsleiðsla er sett til nýggjárs, verður nú søkt eftir stjóra til Sernáms at taka við 1.november ella skjótast gjørligt. Mentamálaráðið sigur, at hetta er áhugavert starv við nógvum spennandi avbjóðingum hjá teimum, sum brenna fyri sernámsfrøðiliga økinum og vilja slóða fyri góðum læri og menningarmøguleikum hjá børnum og ungum við serligum tørvi. 35 fólk arbeiða í Sernámi, sum hevur ábyrgdina av at samskipa sernámsfrøðiligt virksemi og ráðgeva stovnum, skúlum og øðrum um børn og ung. Í lýsingini verður víst til blettin og sagt, at so nógv spardi persónurin, tí hann keypti bíligastu vindeygu og ikki vindeygu frá HDYGD. Men fyritøkan avgjørdi kortini at taka hana aftur við teirri grundgeving, at onnur eygu kanska kunnu halda lýsingina fara út um mark. Um tvey tíðina í gjár fekk manningin umborð á bjargingarbátinum LÍV boð um at sigla út til Nólsoyar, har ein bátur hevði tørv á hjálp. Báturin, sum vit skuldu veita hjálp, var komin trygt at kei í Nólsoy. Men menninir umborð nevna tá fyri okkum, at teir hava mist ein seyðahund, tá teir vóru á fjalli fyrr um dagin, fortelur Sára Eysturoy, sum var partur av manningini á LÍV í gjár. Vit sigldu nakrar ferðir út móti Borðuni, royndu at floyta eftir hundinum, men eingin hundur var at síggja. Aftan á eina góða løtu hildu vit okkum síggja okkurt, og tá vit komu tættari at helluni, sóu vit hundin, sigur Sára Eysturoy, sum saman við starvsfeløgunum fekk hundin umborð á LÍV. Lærarayrkið hevur tað gott. Vit hava ein lærarahóp, sum er eldhugaður og fremur eina góða og fjøltáttaða undirvísing undir teimum kørmunum, sum nú einaferð eru. Og teir kundu kanska verið betri, sigur Herálvur Jacobsen, sum vísir á, at avbjóðingar eru Stóra avbjóðingin er digitaliseringin av samfelagnum, nýggju miðlarnir, sum eru komnir, og tær øgiligu avbjóðingar, sum tað er, tá nú øll informatión verður flutt á digitala pallin, sigur Herálvur Joensen. Eitt swipe til høgru á Tinder, ein date sum bleiv til nakrar aftrat, ein ferð til París, har kærleikin blómaði og nú eitt brúdleyp. Guðrið Højgaard, stjóri á Visit Faroe Islands, og Árni Olsen, markanaðarleiðari hjá Atlantic Airways, greiða frá nýggja átakinum, har útlendingar fáa møguleikan at læra seg setningar á føroyskum. Hóast stórt trýst hevur verið á uppsjóvarvirkini í heyst, so hava bara tvey uppsjóvarskip landað uttanlands í heyst. Skipini hava lagað seg eftir hvørjumøðrum, so tey heldur hava bíðað við at fara út aftur, enn at liggja við last. Í Føroyum eru tað ov nógv, sum fara bókliga vegin og færri, sum fara í læru. Hetta hevur við sær, at eitt nú handverkarar mangla. Tískil skal meira ljós varpast á yrkisútbúgvingarnar, sigur Marius Thomassen, sum er ráðgevi í Vinnuhúsinum. Hetta er millum annað orsøkin til, at skipað verður fyri FM kapping fyri handverkslærningum. Vanligur fólkaskikkur er at lurta, tá ið onkur heldur røðu. Men soleiðis er ikki, tá ið talað verður av Føroya tignarligasta røðarapalli tann í løgtinginum. Tað halda tey fýra Óluva, Herborg, Valdemar og Julian, úr 10. flokki úr Vágum, sum vóru til fíggjarlógarviðgerðina í løgtinginum fyrrapartin í gjár. Man ímyndar sær, at tað er eitt sindur meira professionelt sigur eini næmingurin millum annað um støðuna í tingsalinum. Ein annar helt tað vera lítið av skili í, og at har var nógvur ófriður í salinum, tí fólk tosaðu so nógv. Næmingarnir sótu aftast í salinum, og tað gjørdi, at tað var ringt at fylgja við, hvat varð sagt á røðarapallinum, tí onnur tosaðu inni í salinum samstundis. Harafturat søgdu tey, at tey hildu seg vera friðarligari í skúlanum, enn politikarir eru í tingsalinum, og at tað kundi tykjast sum manglandi respekt millum tingfólkini. Páll á Reynatúgvu, tingformaður, heldur, at tað er vert at taka til eftirtektar, at tað vanliga hevur verið friðarligari hjá ungdómstinginum enn hjá løgtinginum. Samstundis greiðir Páll á Reynatúgvu frá, at nógv annað var á skránni hendan dagin enn formliga orðaskiftið, og at hetta kanska er ein av orsøkunum til, at tað hjá gestum kann tykjast rokaligt í tingsalinum. Arbeiðsloysi, fiskaloysi og metlágir fiskaprísir, banka og búskaparkreppa, tvingsilssølur, hópfráflyting, húsagangur, lønarskattur, lønarniðurskurðir og uppsagnir eru reyðu træðrirnir, ið meiri enn aðrir seta dám á 1992. Og dagurin, sum ivaleyst meiri enn nakar annar er ímyndin av kreppuni, sum rakar Føroyar í 1990unum, er týsdagurin 6. oktober 1992, tá boðað verður frá at Sjóvinnubankin nú fær tilførdan nýggjan kapital, tí annars hevði bankin farið av knóranum. Og nú tað 6. oktober er fjórðingsøld liðin, síðani dramatiska týsdagin í oktober 1992, fara vit við søguligum brotum og nýggjum samrøðum at rógva aftur á 6. oktober og dagarnar fyri og eftir. Jóannes Eidesgaard tók við sum landsstýrismaður í almannamálum 15. januar 1991, meðan Torgerð Nielsen gjørdist fyrsti stjórin í føroysku arbeiðsloysisskipanini Als, ið varð stovnað, samstundis sum kreppan var í hæddini. Og hvussu minnast tey hesi árini. Jóannes Eidesgaard og Torgerð Nielsen vitja um runda borðið. Tað vóru Atli Dam, løgmaður, og Jógvan Sundstein, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sum vóru boðsendir til samráðingar við donsku stjórnina. Jógvan Sundstein mintist samráðingarnar í Tíðarinnar bakspegili, tá árið 1992 varð umrøtt. Nógv fólk fluttu av landinum í kreppuárunum seinast í farnu øld. Hans Pauli Strøm, sosilogur, sigur frá um stóru fráflytingina hesi árini. Sjóvinnubankin rundaði tey seksti 6. oktober 1992. Hvussu minnast starvsfólkini henda dagin, sum byrjaði sum hátíðardagur, men endaði sum ein marrudreymur. Hannelena Mittún var starvsfólk í bankanum. Fimtan ár eftir skrædlið í 1992 verða Føroya Banki og Eik Banki børsskrásettir, og trý ár seinri á heysti 2010, fer botnurin undan Eik Banka. Og í Eygleiðingini, ið verður mannað av Georg Lindenskov Petersen og Hallberu Vest, spyrja vit eitt nú hvat vit hava lært av kreppuni í 1990 árunum. Tú kanst hoyra sendingina her Tíðindastovan hevur tosað við ein ónevndan tænastumann, sum sigur, at kannað verður, um hann legði til rættis fleiri álop, men at fyribils eru eingin prógv funnin um tað, skrivar AP. Í gjár kom fram, at hóp drápsmaðurin eisini hevði kannað onnur støð, har hann kundi fremja hópdráp. Í august í ár bílegði hann sær kamar í einum gistingarhúsi í Chicago, samstundis sum vælumtókti Lollapalooza festivalurin varð hildin. Fleiri túsund fólk koma til festivalin á hvørjum ári, og frá kamarinum, sum 64 ára gamli maðurin hevði bílagt, hevði hann havt gott útsýni yvir festivaløkið. Varaløgregluovastin í FBI, Andrew McCabe, sigur at tey eru ovfarin av, hvussu ein vaksin maður uttan at hava verið í hóslag við løgregluna nakrantíð, kann fremja slíkt blóðbað. FBI hevur staðfest, at hann stundum brúkti nógva tíð uppá spøl, sum oftast video poker. Telda og fartelefon hjá Paddock eru kannað, men tey vístu einki samband við yvirgangsfelagsskapir ella tekin um sálarliga sjúku. Løgreglan hevur staðfest, at Paddock í fjør keypti nógv vápn, og hon veit eisini, at hann hevði lagt sær til rættis eina rýmingarleið, so hann slapp frá álopinum í lívi. Tað sigur løgregluni so mikið, at álopið hevur verið væl tilrættalagt. Spurningurin, um danir og grønlendingar eru at rokna sum føroyingar, tá ræður um borgarakortið hjá Strandferðsluni, skal standa sína roynd løgfrøðiliga. Hetta er eitt mál fyri bæði Landsgrannskoðanina og Landsstýrismálanevndina, sigur minnilutin í Fíggjarnevndini, Bill Justinussen, Bárður Nielsen og Jacob Vestergaard. Og gjaldið til ES granskingarskránna er í lutfalli við bruttotjóðarúrtøkuna. Tað er tí vaksið, síðani fíggjarlógin fyri 2017 varð samtykt. At gjalda pening í heimildarloysi er ólógligt, sambært stýrisskipanarlógini, siga teir tríggir andstøðumenninir í Fíggjarnevndini. Eisini eigur Landsstýrismálanevndin at umhugsa at taka málið upp, nú landsstýriskvinnan ólógliga hevur útgoldið 1,1 milliónir krónur , siga Bill Justinussen, Bárður Nielsen og Jacob Vestergaard, løgtingsmenn. Maureen Djurhuus Clarke er sjúkrasystir. Hon hevur búð bæði í Jordan, Betlehem, Mauritania og nú í Oman. Er gift Christopher, sum er doktari í umhvørvisvísind. Saman við teirra børnum búgva tey í Oman. Maureen fer í tveimum Credo sendingum at siga frá sínum degi í Oman. Mong orðatøk og orðafelli stava frá Bíbliuni. Hví siga vit at fáa knívin ella seta knívin á barkan Í álitinum frá fíggjarnevndini um eykajáttanarlóg fyri august hevur minnilutin, Báður Nielsen, Bill Justinussen og Jacob Vestergaard hvassar atfinningar um heimildarleysa penganýtslu í Mentamálaráðnum Jacob Vestergaard sigur, at útgjaldið, sum er 1,1 millión, stavar frá eini avtalu um granskingarsamstarv, sum Føroyar hava gjørt við ES, og har føroyska gjaldið skal samsvara við eitt ávíst lutfall við bruttotjóðarúrtøkuna. Hon er, sum kunnugt, vaksin nógv, og tí er gjaldið, sum Føroyar í ár skulu rinda, eisini vaksið. Við 1,1 millión. Má kannast Játtan til hesa meirútreiðsluna hevur Mentamálaráðið ikki fingið frá løgtinginum, men hóast tað, so hevur Mentamálaráðið útgoldið pengarnar. Og tað er heimildarleyst og ólógligt, sigur minnilutin í fíggjarnevndini, og Jacob Vestergaard leggur afturat, at hetta áður hevur verið hildið at verið sera álvarsligt. Hann mælir til, at samgonguleiðslan fer inn í málið, og í álitinum sigur minnilutin, at bæði Landsgrannskoðarin og Landsstýrismálanevndin eiga at kanna penganýtsluna. Útvarpið hevur spurt Poul Geert Hansen, aðalstjóra í Mentamálaráðnum um útgjaldið, men hann vil seta seg inn í málið, áðrenn hann ger viðmerkingar. Í avtaluni stendur, at tá ferðstrýstið krevur tað, verður tunnil gjørdur frá Villingardalsvegnum móti Oyggjarvegnum, ikki er avgjørt, hvar hann endar syðru megin. Á fundi 5.september í ár millum Tórshavnar kommunu, Samferðslumálaráðið og Landsverk varð upplýst, at Henrik Old hevur biðið Fíggjarmálaráðið um 45 milliónir krónur til fyrsta vegarteinin og grót úr tunlinum. Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2018 eru bara 26 milliónir krónur til allar vegir í landinum, sigur Henrik Old. Tí hevur hann barav 2,5 milliónir til innkomuvegin. Í 1987 skrivaðu Lasse Klein, sum tá lansdsstýrismaður tá, og Poul Michelsen, sum var býráðsformaður tá, undir semju um veg í Hoyvíkshaganum. Tað hevur SPEKT biðið TAKS um at gera vart við, eftir at grannskoðaravirkið hevur fingið innlit í frágreiðingina hjá Bárði Larsen. Undir yvirskriftini Nágreiðning av viðmerkingunum hjá TAKS til frágreiðingina hjá Bárði Larsen , kom TAKS tann 3. oktober við eini rætting á heimasíðu síni, til sínar egnu viðmerkingar til kanningina hjá Bárði Larsen av viðgerðini hjá TAKS av EIK skatta málinum. Løgfrøðingurin Bárður Larsen var settur sum bráðfeingisstjóri í TAKS, og skuldi samstundis gera eina kanning av málsviðgerðini hjá TAKS av skattamálinum hjá EIK ein kanning, sum var rættiliga atfinningarsom mótvegis handfaringini hjá TAKS, og sum var handað fíggjarmálaráðnum 30. juni í 2017. TAKS var ikki samt við niðurstøðunum hjá Bárði Larsen ein av hesum snýr seg um, hvussu TAKS nýtir hugtakið good will, og at TAKS tann 3. februar í 2017 kom til ta niðurstøðu, at EIK átti rætt til goodwill, men at hetta skuldi ásetast til eitt virði av null krónum. Hóast ikki nógv er at finnast at prosessuelt og í mun til gjølliga málsviðgerð í seinnu fasuni, so kemur niðurstøðan hjá TAKS 3. februar 2017 heldur óvart á. Niðurstøðan er, at tað var rætt at viðgera málið sum mál um skattafrádrátt fyri good will, men at good willið skuldi setast til 0 krónur, og tískil var ongin skattafrádráttur. Í mun til good will sum hugtak eitt meirvirði sum tann parturin av keypsprísi, ið fer upp um virðið á netto aktivunum gevur hetta ikki so góða meining, og spurningurin er, um niðurstøðan ikki heldur skuldi verið, at onki good will var upprunaliga, og at avgerðin 30. juni 2015 tí var skeiv, bleiv afturtikin og nýggj avgerð sett í staðin. Í viðmerkingini hjá TAKS stendir, at fatanin hjá TAKS er, at endaliga avgerðin, dagfest 3. februar 2017, er í samsvari við svarið hjá SKAT til Fíggjarligt støðufesti, dagfest 10. desenber 2010, viðvíkjandi vejledende udtalelse vedr. opgørelse af skattemæssige anskaffelsessummer, herundir goodwill. Hartil er fatanin hjá TAKS, at niðurstøðan samsvarar við úttalilsið hjá SPEKT um goodwill til nevndarfund í EIK tann 27. januar 2016, sum er skrivað út frá úttalilsi hjá serfrøðingum hjá Price Waterhouse Coopers dagfest 14. januar 2016. Í viðmerkingunum er síðani brot úr úttalilsunum hjá SPEKT til nevndarfundin í EIk tann 27. jarnuar 2016 endurgivið, men hesar linjur eru strikaðar yvir og eru ikki almennar. Tað eru hesar linjur, sum TAKS tulkar skeivt, sambært SPEKT, tí tað er ikki rætt, at SPEKT er av somu fatan, sum TAKS hesum viðvíkjandi, og granskoðaravirkið hevur tí kravt, at TAKS kemur við eini rættleiðing. SPEKT hevur gjørt vart við, at tað er ikki rætt, tá tað í viðmerkingunum hjá TAKS stendur, at niðurstøðan hjá TAKS samsvarar við úttalilsi hjá SPEKT. Í mun til niðurstøðuna hjá TAKS metir SPEKT ikki, at undirbalansan skal viðgerast sum goodwill. Orsøkin til at rættingin ikki kemur fyrr enn nú er millum annað, at SPEKT ikki hevur havt innlit í frágreiðingina hjá Bárði Larsen, og tí ikki visti, hvat stóð í henni, sigur Finnbjørn Zachariassen, stjóri í SPEKT. Tað gjørdist greitt á bólkafundi í morgun, har fólkatingsbólkurin hjá Vinstra kjakaðist um flokkurin skal taka undir við forboðnum at ganga í burka og niqap á almennum støðum. Í julimánaði boðaði flokkurin frá, at hann fór at seta fram uppskot um at banna fólki at fjala andlitið í almenna rúminum til dømis við burka ella niqap. Í Belgia er hetta bannið sett í verk, og Evropiski mannarættindadómstólurin hevur staðfest, at tað ER lógligt at seta bann móti at vera í niqap og burka á alennum støðum. Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur fyrr tosað um at herða vápnareglurnar í USA, men nú tosar hann um at seta bann fyri sonevndum bump stocks . Stephen Paddock skeyt og drap í minsta lagi 58 fólk og særdi meiri enn 500 fólk, tá hann skeyt frá hond inn í mannamúgvuna, sum varð komin saman til ein country festival í Las Vegas seint sunnukvøldið. Við bump stock kanst tú økja skotini úr 45 60 um minuttin upp í 400 800 skot um minuttin, skrivar AP. Hóast heil automatisk vápn eru bannað, eru bump stock lógligt í USA. Men eftir hópdrápið hava fleiri politikkarar í Republikanska flokkinum mælt til at banna bump stock , og tað hava vápna forsprákarar eisini tikið undir við. Tað kendist ikki sum arbeiði hjá børnunum í Vági, tá tey vóru við í bæði slagti og at taka upp epli. Tað var eitt spæl, sigur Óluva Skaale, tá vit spurdu hana, hvussu heystfrítíðin varð nýtt tá hon var smágenta. Týskir bilar eru eitt hugtak í sær sjálvum, og í hesari frásøgnini sigur Eirikur Lindenskov okkum um tvey av sínum ellisakførum, ein Opel Kadet frá 1973, og ein Mercedes Benz 280C Coupe frá 1978. Eisini verður nomið við týskar bilar yvirhøvir, eins og Das Autobahn. Tú kanst hoyra frásøgnina her Sangirnir, ið royna seg í gjøgnum Nálareygað, eru Suitcase Kristina Bærentsen Vitin Jens Marni Hansen This Love Of Mine Lea Kampmann Mad Man Impartial My Heart Cries Katrin á Borg Bjørt Samuelsen avloysir nú Bjarna Hammer úr Javnaðarflokkinum sum forkvinna í Vinnunevndini. Teir høvdu báðir møguleikan at vera formaður í vinnunevndini næstu tvey árini, men tá ið av tornaði atkvøddi bæði Bjarni Hammer úr Javnaðarflokkinum og Jógvan Skorheim úr Sjálvstýri fyri, at Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi skuldi gerast forkvinna. Jørgen Niclasen og Jákup Mikkelsen úr Fólkaflokkinum og Helgi Abrahamsen úr Sambandsflokkinum skutu teir báðar upp sum formenn. Sjálvstýri var í valbólki við samgonguni eftir valið í 2015, og Jógvan Skorheim sigur hetta vera orsøkina til, at hann atkvøddi fyri Bjørt Samuelsen, heldur enn at gera seg sjálvan til formann. Formaðurin í Sjálvstýri heldur ikki at tilboðið frá Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum var nógv vert í tólvta tíma. Javnaðarflokkurin hevði eina avtalu við Tjóðveldi frá byrjan av samgonguskeiðnum um at býta formanssessin í Vinnunevndini millum sín. Men Bjarni Hammer hevði kortini ynskt, at hann slapp at sita sum formaður, tá ið nýggja fiskivinnuskipanin verður samtykt. Og nýggja forkvinnan ætlar sær framvegis at sóknast eftir breiðari semju í løgtinginum um fiskivinnunýskipanina, sigur hon. Nývalda forkvinnan í vinnunevndini leggur afturat, at tað enn eru fitt av hoyringarfundum, sum vinnunevndin skal avgreiða áðrenn uppskotið um fiskivinnunýskipan kann koma aftur úr nevndini. Tí kemur uppskotið ikki til 2. viðgerð í løgtinginum fyrr enn um nakrar vikur. Fleiri kropslimir hjá svenska journalistinum Kim Wall vórðu funnir við Avedøre Holme í víkini í Køge í gjár. Tað vátta umboð fyri løgregluna í Keypmannahavn á tíðindafundi í politigarðinum. Kavarar frá Sjóverjuni og granskaraskipið Aurora hjá Aarhus Universiteti kavaðu í víkini í Køge í gjár. Fyrrapartin funnu vit ein posa við klæðum hjá Kim Wall. Í sama posa lógu tvey bein, og stutt eftir funnu vit eitt høvd, sum var tyngt, sigur Jens Møller Jensen, drápsleiðari. Løgreglan veit framvegis ikki, hvussu Kim Wall doyði. Løgreglan hevur enn ikki funnið armarnar. Tí leitar løgreglan víðari í samstarvi við serfrøðingum frá Sjóverjuni. Ein maður er varðhaldsfongslaður í málinum. Hann eigur kavbátin, sum var seinasta stað, har Kim Wall var sæð livandi síðst í juli mánað. Varðhaldsfongslaði maðurin viðgongur, at hann hevur kastað líkið fyri borð, men hann noktar seg sekan í manndrápi og at hava skorið líkið sundur, áðrenn tað var tveitt fyri borð. Kommunustýrið í Kujalleq í Grønlandi fer nú undir serlig átøk fyri at basa vaksandi misnýtsluni av rúsandi evnum í Narsaq og í hinum bygdunum og býunum í kommununi har suðuri í landinum. Hinar bygdirnar og býirnir hava sjálvandi eisini trupulleikar, men vit skjóta upp at byrja í Narsaq, sigur Monica Dorph, kommunustýrislimur fyri Siumut, við grønlendska kringvarpið. Tíverri er ógvusliga misnýtslan sera sjónlig, og harafturat hava vit eisini bústaðartrot, og fólk eru heimleys, sigur Karla Egede Bisgaard. Tá Neqi letur aftur um heystið, veksur arbeiðsloysið. Tá millum 60 og 70 persónar ganga arbeiðsleysir, so vaksa trupulleikarnir og verða ein fíggjarliig byrða fyri kommununa, sigur Monica Dorph. Fyrrverandi forkvinnan í Sosialistiska fólkaflokkinum í Danmark, Annette Vilhelmsen, hevur tikið seg úr flokkinum, skrivar Ekstra Blaðið. Tá noyddist Annette Vilhelmsen at taka SF úr stjórnini og fara frá sum forkvinna í flokkinum, tí flokkurin var ósamdur um avgerðina at selja orkufelagið Dong. Fyrr í vikuni skipaði danska ferðavinnan fyri árliga tiltakinum Danish Travel Awards í Sirkusbygninginum í Keypmannahavn, har 17 virðislønir vórðu handaðar. Millum hinar vinnararnar kunnu nevnast Alsie Express, sum gjørdist ársins innanríkisflogfelag frammanfyri Danish Air Transport og SAS. Og Thomas Cook, sum gjørdist besta leiguferðaflogfelag frammanfyri SAS og Tui Fly Nordic. Hesaferð stóð greinarafyritøkan Epinion fyri atkvøðugreiðsluni við at spyrja 2.000 danir, sum vórðu lutfalsliga javnt býttir yvir aldur, útbúgving, inntøku og bústaði. Tí meðan tøl frá Hagstovuni vísa, at umsetningurin er vaksin við góðum 40 prosentum, so er mongdin vaksin við meir enn einari helvt. Birgir Andreasen, nevndarformaður í Id Møblum, kennir tølini aftur. Hagtølini vísa, at prísirnir eru lækkaðir á innbúgv og búnýti. Orsøkin er, at kappingin er gróthørð, og vit eru fleiri stórir búnýtis og innbúgvshandlar í Føroyum. Stór kapping er um kundarnar, og tí hava vit lækkað prísin á innbúgvi , sigur Birgir Anreasen. Bjarni Benediktson, forsætisráðharri í Íslandi, seldi eftir øllum at døma nærum øll síni partabrøv í bankanum Glitnir fyri umleið tríggjar milliónir føroyskar krónur, beint áðrenn bankin fór á húsagang í oktober 2008. Tað vísa skjøl, sum miðlafólk á Reykjavík Media og bretska The Guardian hava fingið hendur á, skriva The Guardian og íslendski miðilin Stundin. Stundin skrivar, at Bjarni Benediktson, vegna støðu síni sum tingmaður, hevði atgongd til upplýsingar um veruligu støðuna í Glitnir, tí hann hevði luttikið á fundum um støðu bankans og bankakervinum sum heild. Skjølini vísa, at Benediktson tosaði við fólk í leiðsluni hjá Glitnir 6. oktober 2008, beint áðrenn bankin og stórur partur bankakervinum fór á húsagang, og samband var fleiri ferðir millum leiðsluna í bankanum og Bjarna Benediktson um støðuna og kreppuna hjá bankanum Sambært The Guardian og Stundin benda skjølini á, at Bjarni Benediktson hevði framíhjárættindi í bankanum, og eitt so tætt samband var millum hann og leiðsluna í bankanum, at orsøk er til at seta spurnartekin við hansara starv sum forsætisráharra og hansara leiklut sum ein av mest virðismettu kundunum hjá bankanum. Bjarni Benediktson vísur øllum ákærum aftur og noktar fyri at hava gjørt nakað ólógligt. Men the Guardian skrivar, at hóast ongin prógv eru fyri, at Bjarni Benediktson hevur gjørt nakað ólógligt, so kunnu avdúkingarnar koma illa við. Val verður í Íslandi 28 oktober. Samgongan hjá Bjarna Benediktsyni slitnaði í síðsta mánað, tí ein av samgonguflokkunum í september fór úr stjórnini eftir eina pedofiligølu. Flokkurin Ljós Framtíð fór úr stjórnini, tá tað kom fram, har pápi forsætisráðharrans var partur í einum máli um ein pedofilidømdur mann. Eitt mál, sum sonurin visti um men ikki kunnaði um. Pápi forsætisráðharrans, Benedikt Sveinsson, hjálpti sambært fleiri miðlum, dømda manninum við at søkja um at endurreisa æru sína, so hann aftur kundi søkja sær arbeiði. Ein kvinna kennir seg illa viðfarna, tí hon sum 50 ára gomul, ikki fær frið at lita og strípa sítt síða hár, ein lurtari er skelkaður, tí mamma ætlar at koyra ringar í oyruni á pinkubarni, og so er ein sum heldur, at kvinnur eiga at halda seg langt vekk frá fótbólti. Elin í Stórustovu hittir Kristu Nielsen, heilsufrøðing, og spyr hana, hvussu foreldur, ið eru til arbeiðis, geva teirra børnum eina góða heystfrítíð. Eyðfinn Jensen tosar við Palla Askham um savnsfagnaðin á Tjóðsavni Føroya, og Elin Michelsen prátar við Óluvu Skaale um hvussu heystferian var, tá Óluva var smágenta. Øssur Egholm tosar við Heina Holm, formann í Norðstreymoyar Dansifelag, um dansiveturin. Eisini tosar Øssur við Eyðun Eliasen um skurð og fjallgongu. Løgreglan í Las Vegas dugir enn ikki at siga, hví Stephen Paddock skeyt og drap 58 fólk og særdi hundrað fólk á einari konsert mánadagin. Løgreglan hevur kannað yvir 1000 spor í málinum. Hetta hevur hjálpt okkum at fáa eina neyvari lýsing av manninum, men vit hava enn ikki eina forkláring av ella eitt motiv til gerðina , sigur Kevin McMahill, varasjeriffur hjá løgregluni í Las Vegas. Løgreglan hevur millum annað kannað politisku áskoðaninar hjá Stephen Paddock, fíggjarligu støðu hansara, sosiala atburðin og kannað um hann var víðgongdur. Hesi viðurskiftini hava givið ábendingar um motiv í líknandi málum, men enn hava vit ikki funnið útav, hví Stephen Paddock framdi hesa ræðuligu gerðina , sigur Kevin McMahill um hendingina. Hendingin er skýrd at verða ringasta hópmyrðingina í USA í nýggjari tíð. Ákærin í málinum Steven B. Wolfson er sera bilsin um, at løgreglan enn ikki hevur funnið eitt motiv. Hann sigur við New York Times at í 99 prpsent av slíkum málum, roynir brotsmaðurin á onkran hátt at forklára og rættvístgera gerðina. Vit kunnu ikki góðtaka slíkar gerðir, men í flestu førum vita vit, hví tær vórðu framdar. Eg havi arbeitt leingi innan hetta økið, og eg kenni ikki til eina slíka ógvusliga gerð, har vit ikki vita, hví brotsmaðurin gjørdi tað , sigur Wolfson við New York Times. Skalt tú ferðast til Onglands, USA, Turkaland ella Thailand umvegis flogvøllin í Kastrup, so mást tú møguliga brynja teg við tolið. Tí nú verða bíðirøðirnar væntandi eitt sindur longri enn vanligt á flogvøllinum. Í dag setti danska løgreglan í gildið eitt nýtt og hert marknaeftirlit á flogvøllinum í Kastrup. Eftirlitið er galdandi fyri tey ferðandi, sum skulu flúgva til eitt land, ið ikki er við í Schengen samstarvinum. Nýggja eftirlitið hevur við sær, at passini hjá øllum, ið skulu til eitt land uttan fyri Schengen, skulu kannast. Higartil hevur tað bert verið krav, at nøkur pass skulu kannast. Lógarbroytingin hevur væntandi við sær longri bíðirøðir, sigur Kasper Hyllested, tíðindatalsfólk á flogvøllinum í Kastrup við TV 2. Skalt tú ferðast til eitt land uttan fyri Schengen kann bíðitíðin gerast ein hálvan tíma longri, men bert, tá nógv fólk ferðast. Og kemur tú heim til Danmarkar úr einum landi uttanfyri Schengen, kann bíðitíðin gerast ein heilan tíma longri, sigur Kasper Hyllested við TV 2. Tað eru nýggjar ES regglur, sum hava við sær herda eftirlitið. Endamálið er at styrkja uttaru landamørkini hjá ES og tryggleikan í ES. Herda eftirlitið gevur eisini løgregluni enn betri møguleikar at basa skipaðum kriminalitet og kriminaliteti sum ferðast um landamørk, skrivar løgreglan á Twitter, og sigur Kasper Hyllested. Umleið 30 milliónir ferðafólk ferðast umvegis flogvøllin í Kastrup um árið, og umleið fjórði hvør ferðast út úr Schengen økinum. Tí skulu umleið 8 milliónir pass nú kannast um árið. Í almennari viðmerking á instagram síðu síni, skrivar norski landsliðsleikarin, Caroline Graham Hansen, at manslansliðið eigur stóran part av tøkkini fyri avgerðini hjá norska fótbóltssambandinum. Hetta var kanska ein lítil avgerð hjá tykkum, og tað sæst ivaleyst ikki aftur í mánaðarlønunum hjá monnunum, men hetta hevur sera stóran týdning fyri okkum, fyri liðið, fyri ítróttin og fyri allar kvinnuligar íðkarar har úti, sum gera sama ítrótt sum menn, men sum ikki fáa tað sama fyri tað, skrivar Caroline Graham Hansen. Formaðurin í fakfelagnum hjá norskum fótbóltsleikarum, Joachim Walltin, metir hetta vera fyrsta avtala av sínum slag í altjóða fótbólti. Noreg er eitt land, har javnrættindi hava týdning, og tí er hetta gott fyri bæði land og ítrótt. Kenslan av at vera virdur hevur stóran týdning fyri okkara ítróttarfólk, og tí var hetta ein uppløgd íløga hjá fótbóltssambandinum í kvinnufótbólt, sigur Joachim Walltin. Í september avlýsti danska kvinnulandsliðið ein vinardyst móti Hollandi, tí ósemja var við DBU um samsýningina hjá liðnum. Hetta hevði millum annað við sær, at manslansliðið bjóðaði kvinnulandsliðnum at taka av 500.000 krónum árið av teirra samsýning. Eingin semja er tó enn funnin fyri danska kvinnulandsliðið. Eisini í Føroyum hevur kjak verið um at javnseta samsýning hjá kvinnu og manslandsliðunum, men enn fáa menninir munandi meir í løn enn kvinnurnar. Fleiri túsund spaniólar gingu skrúðgongu í gjár ímóti katalonska kravinum um fullveldi, sum kom beint eftir fólkaatkvøðuna í Katalonia fyri júst einari viku síðan. Endaliga úrslitið av fólkaatkvøðuni var, at 90 prosent av teimum tveimum komma trimum veljarum, sum atkvøddu, aktvøddu fyri fullveldi. Valluttøkan var lág bara 43 prosent, og tað brúkar spanska stjórnin til sín fyrimun. Fólkaatkvøðan var bannað frammanundan av spanska dómsvaldinum. Og næstan 900 fólk komu til skaða av løgregluni á valdegnum, sum vildi spjaða veljararnar í eini roynd at útinna bannið. 33 løgreglufólk komu eisini til skaða. Forsætisráðharrin vil ikki útihýsa møguleikanum at brúka grein 155 í sponsku grundlógini, sum sigur at spanska tjóðartingið kann leggja upp í stýringina í einum landsluti. Katalonski forsetin Carles Puigdemont fer væntandi at tala í katalonska tinginum týsdagin. Roknað verður við, at tjóðartingið fer at lýsa Katalonia sum sjálvstøðugan stat næstu ferð tingfundur er. Sum heild verður gjørt minni burturúr kvinnufótbólti enn mansfólti, eisini í miðlunum, men hetta er ikki endurspegling av manglandi virðing fyri kvinnufótbólti, sigur hann. Dysturin móti Lettlandi á Tórsvølli var ikki meir enn avbríkslaður, so var føroyska fótbóltslandsliðið ávegis til Ungarn. Seinasti dysturin í undankappingini til HM endaspælið í Russlandi verður spældur týskvøldið. Vit hoyra Suna Merkistein úr Budapest. Handverkarar arbeiða sjálvandi har teir fáa mest pengar fyri fægst tímar. Men tað kann lata seg gera, at broyta skattaviðurskiftini hjá handverkarum, soleiðis at føroyski arbeiðsmarknaðurin verður meira kappingarførur. Tað sigur Marita Rasmussen, sum er stjóri í Vinnuhúsinum. Føroyska byggivinnan hevur ilt við at kappast við grannalondini um handverkarar, og tað er ein av høvuðsorsøkunum til fløskuhálsin í byggivinnuni, sigur hon. Bátar eru á veg út til tvær grindir, sum eru funnar í morgun. Onnur er við Kolbeinagjógv, og hin er undir Kaldbakslandinum. Enn er ógreitt, hvussu stórar grindirnar eru. Í miðøldini ynsktu bisparnir Erlendur músin og Jóhannes týskarin at byggja flottastu og størstu kirkjuna hana, sum vit í dag kenna sum Múrin í Kirkjubø. Men hvat søgdu føroyingar, ið bæði skuldu byggja kirkjuna og gjalda fyri hesa ovurstóru ætlana hjá músini og týskarinum Og bleiv kirkjan nakrantíð liðug Hetta fer Sóley Danielsen, sjónleikari, at svara uppá í leikinum. Músin og Týskarin er ein einmansleikur, sum Sóley Danielsen spælir. Leikurin, sum er ætlaður børnum, verður framførdir hvønn dag í heystfrítíðini. Hon er morgunmenniskja, hann arbeiðir best um næturnar. Hon skrivar alt niður, hann improviserar. Hon er grundað, Hann er kviklyndur. Hjálmar Dam og Hanna Flóvinsdóttir eru púra ymisk, men kortini fáa tey eina rúgvu av skafti, og nú hava tey fingið Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráð. Tey hava hegnisliga skrivað, leikstjórnað og spælt seg inn í hjørtuni á bæði vaksnum og børnum, sigur nevndin millum annað í grundgeving sínari. Tað er um hesa tíðina, at vit fáa tær fyrstu stóru stormávaringarnar, og heitt verður á okkum øll um at tryggja húsini og øki rundaum. Eitt er at syrgja fyri, at einki liggur og sløðist rundan um húsini. Tað er at hugsa um at binda trampolinirnar fastar, leggja flaggstengur niður og annars hyggja eftir, at einki stendur, sum kann fara í vindinum, sigur Hans David Hansen. Hann er átaksleiðari og varastjóri í Tórshavnar Sløkkiliði. Eitt annað, sum kann elva til stóru skaðarnar, er manglandi viðlíkahald av húsum. Tøk, sum áttu at verið skift, vindeygu, ið eru rotin, og so framvegis, sigur Hans David Hansen. Í dag eru 22 børn og ung innskrivað á Barnaheiminum umframt tvær familjur, sum eru í familjuviðgerð. Tey húsast í fimm ymiskum bygningum saman við umleið 50 starvsfólkum. Nýggja barnaheimið fer at hava fýra bú og viðgerðareindir til fimm børn hvør, og ætlanin er, at hvør bólkur skal húsast í eini eind, sum er meinlík vanligum heimi við kømrum, vesi, køki og alrúmi. Haraftrat verður ein eftirviðgerðareind á nýggja barnaheiminum til ung í aldrinum 18 23 ár, sum geva samtykki til uppihald á barnaheiminum, og sum spakuliga skulu venja seg við at taka ábyrgd av egnari lívsførslu og búgva í egnum bústaði. Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, hevur gjørt av, at Barnaheimið skal byggjast í Havn, tí har er eisini atgongd til aðrar almennar tænastur, eitt nú Psykiatriska depilin á Landssjúkrahúsinum, sálarfrøðingar, Sernám og aðrar eindir í Almannaverkinum. Samskifti hevur verið millum Almannamálaráðið og Tórshavnar kommunu, sum hevur víst á nøkur grundøki. Ætlanin er at byggja miðskeiðis í Havnini. Bygningurin verður í tveimum hæddum, og samlaða gólvvíddin verður 2.000 fermetrar. Gongst sum ætlað verður nýggja barnaheimið liðugt í 2022. Íblásturin fái eg frá dóttrini, tá vit bæði práta saman. Og tí práta vit í podcastinum um tað, sum upptekur hana, sigur Arni Zachariassen. Hetta er nakað, sum tey á Reyni Service hava royndir við, tí fyritøkan hevur í fleiri umførum havt starvsfólk, sum sálarliga hava avbjóðingar. Tað riggar væl. Tað týdningarmiklasta er, at mann fer við fólkunum akkurát sum flest fólk, tí so fungera tey í einum toymi. Tað er kanska akkurát tað, tey treingja til, sigur Jakup Mørk, fíggjarleiðari í Reyni Service. Tey fáa álit og læra at arbeiða í føstum karmum. Bara tað at møta fast klokkan átta, tað er ikki altíð ein sjálvfylgja hjá teimum, sigur Jákup Mørk og heldur fram Álit og fastir karmar er tað, tey hava tørv á. Og so at vísa teimum, at tey duga og kunnu geva sítt míkast til fyritøkkuna, sigur Jákup Mørk. Føroysku maskinmeistararnir hava onga orsøk at stúra, nú grønlendsku myndugleikarnir ætla at herða krøvini fyri at vera yvirmaður umborð á grønlendskum skipum. Grønlendingar hava snøgt sagt ikki nóg nógvar maskinmenn at manna skipini, og tí stúrir Páll Hansen, formaður í Maskinmeistarafelagnum ikki fyri gongdini, sigur hann Suðuroyartunnilin stendur ikki í samgonguskjalinum, men Henrik Old, landsstýrismaður, hevur biðið um pengar til forkanningar av tunlinum, og Landsverk hevur eisini gjørt eitt upprit. Skurðfjøllini verða gingin kring landið í hesum døgum, og líkt er til, at seyðaárið verður gott. Veðrið hevur verið gott, bæði í vetur í vár og í summar, og tað sæst aftur, bæði í tali av lombum og í vekt. Tað sigur Hans Martin Andreasen, røktingarmaðaur á Búnaðarstovuni í Kollafirði Tað hevur vakt ans, at landsliðsmenninir í fótbólti fáa pengar fyri at spæla á landsliðnum, meðan kvinnurnar einki fáa. Ólavur Ellefsen, formaður í javnstøðunevndini, viðurkennir, at FSF hevur uppraðfest kvinnufótbóltin nakað tað seinasta árið. Men, at kvinnurnar einki fáa fyri mista arbeiðsinntøku er ein endurspegling av, at FSF ikki vísir kvinnufótbóltinum líka stóra virðing. Tað er signalvirði í pengunum heldur hann. Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambandinum, segði í útvarpinum í gjár, at kvinnurnar fara ivaleyst at fáa eina samsýning í framtíðini, men at hetta ikki verður alt fyri eitt. Fleiri aftursvar eru komin á sosialum miðlum eftir framsøgnina hjá aðalskrivaranum. Nógvir av viðmerkjarunum halda, at føroysku landsliðskvinnurnar hava uppiborið somu viðferð sum menninir. Men, tað eru eisini tey, sum halda, at samsýningin skal endurspegla støði á fótbóltsspælinum og almenna áhugan ein hugburður, sum fleiri aðrir føroyingar hava, men sum formaðurin í javnstøðunevndini ikki tekur undir við. Talan er um ein prinsipiellan javnstøðuspurning, og har kann ítróttin hava stóra ávirkan á restina av samfelagnum, heldur Ólavur Ellefsen. Politiið sigur við Kringvarpið, at tey fingu fráboðan frá fólki í Vestmanna, sum søgdu at bilurin hevði rent á eini hús. Tí fóru tey at kanna føraran fyri promillukoyring. Men Pauli Trond Petersen vísir aftur, at hann skal hava rent á eini hús hesa náttina. Í málum um promillukoyring verður altíð ein blóðroynd tikin fyri at staðfesta neyvu promilluna. Tað svarið kemur ikki fyrr enn um eina ella tvær vikur. Men tá talan er um løgtingslimir, kann dómsvaldið ikki uttan nakað revsa teir. Løgtingsminir eru serliga vardir fyri dómsvaldinum, og tí skal løgtingið samtykkja at taka órinið immunitetin frá einum løgtingslimi, um hann skal kunna revsast. Fiskimálaráðið skrivar á sínari heimasíðu, at partarnir skulu viðgera mest loyvdu veiðu fyri 2018, nú ICES er komið við sínum tilmæli fyri 2018. Liðið Gunnar Nielsen Málverji Atli Gregersen Miðverji Odmar Færø Miðverji Rógvi Baldvinsson Miðverji Ári Mohr Jónsson Vinstri bakkur Jónas T. Næs Høgri Bakkur Fróði Benjaminsen Sentralur miðvøllur Rene Shaki Joensen Sentralur miðvøllur Gill R. Sørensen Vinstri vongur Sølvi Vatnhamar Høgri vongur Jóan Símun Edmundsson Framherji Hans Tórgarð lesur ævintýrið Vatndrýladrongurin. Oddfríður Marni Rasmussen endursegði. Finnur Hansen ger ljóðmyndina. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út. Páll Danielsen lesur ævintýrið Gullgásin. Arnbjørn Ó Dalsgarð endursegði. Høgni Fagraberg ger ljóðmyndina. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2014. Súsanna Tórgarð lesur ævintýrið Risans klóta. Oddvør Johansen endursegði. Finnur Hansen ger ljóðmyndina. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2014. Páll Danielsen lesur ævintýrið Kongaríkið verðsins endi. Lydia Didriksen endursegði. Høgni Fagraberg ger ljóðmyndina. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2014 Páll Danielsen lesur ævintýrið Gullgásin. Arnbjørn Ó Dalsgarð endursegði. Høgni Fagraberg ger ljóðmyndina. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2014. Bókin er ein ferðafrásøgn, men hon er eisini ein djúp, bersøgin og nemandi ferð inn í hansara egna lív og upphav. Og hann er rættiliga opinskáraður um seg sjálvan, sínar fyrrverandi starvsfelagar og síni nærmastu. Tá man ikki hevur nakran at tosa við um hesi viðurskiftini, so er tað lættari at tosa við øll, sigur Høgni Mohr, rithøvundur, sum letur seg úr øllum í nýggju bók síni. 31. oktober eru 500 ár liðin, síðani Martin Luther setti skjøtil á trúbótina, eina viku seinri, hin 7. november, verður kirkjuráðsval í Føroyum, og í stjórnarskipanaruppskotinum, sum varð lagt fram herfyri, stendur, at kristnitrúnnið skal vera veittar serligar sømdir. Og við yvirskriftini Føroyar sum kristin tjóð viðgera og umrøða vit hesar og aðrar spurningar komandi sløku tveir tímarnar. Hvat er á skránni sunnudagar. Vit støkka inn á gólvið hjá Astrid og Sámal Júst Ziska Dahl áðrenn tey fara í kirkju, eins og aftaná kirkjugongdina, samstundis sum vit eisini fara við teimum í kirkju. Jákup Reinert Hansen er ph.d., lektari í kirkjusøgu. Og saman við Jákupi umrøða vit eitt nú hvønn týdning kristnitrúgvin hevur í føroyska samfelagnum. Eru Føroyar ein kristin tjóð og hvat merkir tað, eru millum spurningarnar, ið vit seta Rólanti í Skorini, miðnámsskúlalærara í átrúnaði, og Sigri Gaini, kandidati í námsfrøðisligari heimsspeki. Vit viðgera eisini eitt nú spurningin um munin á átrúnaði millum ættarliðini, tá vit tosa við Helga Eidesgaard, søgufrøðing, og Janni Egholm, ph.d., í átrúnaði og trúgv í Føroyum. Hvør er arkitektoniski munurin millum føroyskar kirkjur og samkomuhús Henda spurning seta vit Albert Isfeld, arkitekti. Og tað er ikki á hvørjum degi, at ein gospelsangur røkkur ovastu rók á hittlistunum. Men tað gjørdist Dagsins klassikari, tá hann fyri 60 árum síðani gjørdist nummar eitt handan hav. Tú kanst hoyra frásøgnina, har vit fara til morgunkaffi hjá Astrid og Sámal Júst, í kirkju aftaná, og síðani heim aftur at taka saman um. Hon er ákærd fyri at flyta inn rúsevni, tí hon bílegði sær 25 sjokulátabønir, sum vístu seg at hava millum 0,1 og 0,9 gram av hassji í. Hon noktar seg sekan, tí hon vildi hava heilivág, ikki rúsevni. Foto Jens Jákup Hansen. Orsøkina segði forsetin vera, at hann ynskti at dempa spentu støðuna, sum er uppstaðin eftir fólkaatkvøðuna, har 90 prosent av veljarunum atkvøddu fyri loysing. Valluttøkan var 43 prosent. Carles Puigdemont harmaðist, at spurningurin um sjálvsavgerðarrættin hjá katalonum varð gjørdur til ein internt spanskt mál og ikki eitt evropeiskt mál um fólkaræði. Og annars grundgav hann væl og leingi fyri, hví tað var komið so langt, at meira enn 40 prosent av øll katalonum ynskja loysing frá Spania. Carles Puigdemont, forseti, talaði eisini beinleiðis til spanska fólkið á sponskum, og bað allar spaniólar gera sær ómak at skilja teir katalonar, sum ynskja loysing. Líkt er til, at við avgerðini, hevur katalonska sjálvstýrisstjórnin í Barcelona mist stuðulin frá kommunistiska loysingarflokkinum CUP, og harvið meirilutan í katalonska tinginum, Generalitat de Catalunya. Pauli Trond Petersen, borgarstjóri í Vestmanna og løgtingslimur fyri Tjóðveldi, fer sjálvur at heita á løgtingið um at taka órinið frá sær, eftir at illgruni er um, at hann hevur koyrt ávirkaður av rúsdrekka. Pauli Petersen skrivar sjálvur á vangan hjá sær í dag, at hann hevði drukkið nakrar øl, áðrenn hann setti seg í bilin og koyrdi til hús leygarkvøldið. Pauli Petersen skrivar Sum løgtingslimur fari eg sjálvandi at heita á Føroya Løgting um at taka órinið frá mær í hesum máli, so eg kann taka fulla rættarliga ábyrgd og revsing á meg samsvarandi ferðslulógini. Pauli Trond Petersen, løgtingsmaður hjá Tjóðveldi, sigur seg vilja hava somu revsing sum ein og hvør annar borgari fyri rúsdrekkakoyring. Pauli Trond Petersen sigur við útvarp, at royndin hjá politinum vísti 0,4 promillu, men hetta skal staðfestast í blóðroynd, áðrenn nakað lógarbrot kann sigast at hava verið framt. Tá talan er um løgtingslimir, kann dómsvaldið ikki revsa uttan víðari. Løgtingsfólk eru serliga vard fyri dómsvaldinum, og tí skal løgtingið samtykkja at taka órinið immunitetin frá einum løgtingslimi, um hann skal kunna revsast. Staðfestir blóðroyndin, at eg var ávirkaður, vil eg hava somu revsing sum ein og hvør annar borgari. Tí fari eg at biðja løgtingið um at taka órinið frá mær. Eigi eg at missa koyrikortið, ella fáa eina bót, so skal eg hava tað eins og ein og hvør annar, sigur Pauli Trond Petersen við útvarpið. Á Facebook skrivar Pauli Trond Petersen fyri einum tíma síðani, at hann gjørdi eitt stórt mistak leygarkvøldið, sum hann er sera harmur um. Eg veit væl, at tað ongantíð er rætt at koyra bil ella onnur akfør, eftir at ein hevur smakkað sær á. Tað finst als eingin góð umbering fyri slíkum atburði, og tí fari eg heldur ikki at royna at umbera meg ella skeivu avgerð mína. Eg leggi sjálvur stóran dent á, hvat er rætt, og hvat er skeivt, og veit tí sera væl, at tað als ikki var rætt av mær at koyra ávirkaður leygarkvøldið. Í málum um promillukoyring verður altíð blóðroynd tikin fyri at staðfesta neyvu promilluna. Tað svarið kemur ikki fyrr enn um eina ella tvær vikur. Tá hon hyggur aftur, so angrar hon ikki, at tey fóru alment út við hummarasøguni, tí stutt eftir staðfesti Heilsufrøðiliga starvstovan, at tað ikki er loyvt at selja livandi hummarar. Í gjárskvøldið handaði felagið Sinnisbati Martini Kúrberg sálarheilsuvirðislønina 2017. Hetta er fyrsta sálarheilsuvirðislønin, sum verður handað í Føroyum, og Martin Kúrberg er sostatt tann fyrsti, sum fær hesa virðisløn. Martin Kúrberg arbeiðir dagliga á Frælsinum á Eiði, sum er eitt viðgerðarstovnur fyri ung, ið eru komin illa fyri. Harafturat er hann leiðari á Herberginum í Havn. Martin Kúrberg hevru sjálvir verið misnýtari, men er komin burtur úr tí fyri nógvum árum síðani. Í dag hjálpir hann øðrum, ið eru komin illa fyri. Felagsskapurin, sum í fleiri mánaðir hevur verið við undirlutan móti sýriska og irakiska herinum, og av loftálopum, er nú svunnin niður í næstan einki. Fyri umleið hálvum ári síðani byrjaðu herðmenn hjá islamskum stati av álvara at rýma úr felagsskapinum teir flestu royndu at sleppa inn í Turkaland. Í august tóku irakiskar herdeildir stórbýin Mosul frá Islamskum Stati, og nú stendur bardagin um sýriska býin Raqqa, sum hevur verið høvuðsstaður í sonevnda kalifatinum hjá Islamskum Stati. Støddin á økinum, sum Islamskur Statur hevur tamarhaldið á, er í dag ein brotpartur av tí, sum tað var, tá ið felagsskapurin var í hæddini seinast í 2014. Tað var á sumri í 2014, at leiðarin hjá Islamskum Stati Abu Bakr al Baghdadi kunngjørdi kalifatið í Sýria og Irak. Økið vaks skjótt at byrja við, men longu í januar 2015 fylktust fleiri lond og felagsskapir ímóti Islamskum Stati, og síðani hevur felagsskapurin og økið hjá honum verið í støðugari minking. Tá ið Raqqa er tikin, eru bert fá økir eftir, har felagsskapurin heldur til. Tey eru serliga á markinum ímillum Sýria og Irak, har fá fólk búgva. Danmark er einasta land í norðurlondum, sum ikki gevur ein grunlógartryggjaðan rætt at ganga í náttúrini og tað merkir eisini, at vit ikki hava hvønnmannsrætt at ganga í haganum í Føroyum. Ein náttúruverndarlóg verður í løtuni orðað í Heilsu og innlendismálaraðnum. Vit hava onga náttúruverndarlóg í Føroyum, men Sirið Stenberg hevur boðað frá, at ein slík lóg verður løgd fyri tingið áðrenn jól. Tað hevur leingi verið tosað um, at tørvur er á eini náttúruverndarlóg, og fleiri lógaruppskot eru løgd fram, sum ikki eru vórðin samtykt. Nú verður ein roynd gjørd aftrat. Sum er, eru tað serliga náttúrufriðingarlógin og umhvørvisverndarlógi, sum skipa náttúruverndarøkið, men eisini elveitingarlógin og havumhvørvisverndarlógin hava ásetingar um náttúruvernd, men galdandi lóggáva verjir ikki náttúruna nóg væl, heldur Sirið Stenberg. Ætlanin er, at tá náttúruverndarlógin er samtykt, verður farið undir arbeiðið at gera eina planlóg fyri Føroyar, har støða verður tikin til, hvussu lendið í Føroyum skal skipast.Men hví er tørvur á einari náttúruverndarlóg, hví er galdandi lóggáva á økinum ikki nøktandi, og hvat manglar í lóggávuni fyri at náttúran verður betur vard.Hvussu verður tryggjað, at lógin bæði tekur atlit til náttúruna og vinnuna, og hvussu fáast kommunur, vinna, land og aðrir áhugabólkar at samstarvast um eina planlóg Hesir spurningar verða viðgjørdir í Radaranum hesuferð. Luttakarar í sendingini eru Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í Heilsu og innlendismálum, Selma Dahl Erol, nevndarlimur í Føroya náttúru og umhvørvisfelag, Henrik Møller, sorinskrivari og formaður í Yvirfriðingarnevndini, Maria Gunnleivsdóttir Hansen, umhvørvisviðgeri á Umhvørvisstovuni, Petur Nielsen, stjóri á Umhvørvisstovuni og Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum. Stjórin fyri P F Eystur og Sandoyartunlar er avgjørdur. Tunnilsmunnin verður ikki fluttur burtur frá havnalagnum á Gomlurætt, soleiðis sum eitt samt Tórshavnar Býráð biður um. Tórshavnar Kommunan hevur víst á, at tað fer at órógva alt ov nógv, um tunnilsmunnin frá Sandoyartunlinum verður á sjálvum økinum á Gomlurætt. Umsitingin hjá kommununi minnir á, at talan er um einasta havnaøki í kommununi, sum vendir vestureftir móti Koltri og Hesti tí verður Gomlurætt framvegis eitt knútapunkt, eisini eftir at koyrandi verður í Sandoynna. Eisini er økið á Gomlurætt upplagt at nýta til vinnuligt virksemi, tað veri seg ferðavinnu ella aling. Á býráðsfundi 28. september varð einmælt samtykt, at býráðið ikki tekur undir við verandi linjuføring á Gomlurætt og mælir landsins myndugleikum til at taka upp nýggjar samráðingar við partafelagið Eysturoyar og Sandoyartunnilin. Einmælta býráðssamtyktin á Vaglinum í Havn fær tó ikki Teit Samuelsen at broyta meining. Tunnilsstjórin vísir aftur, at ein tunnilsmunni niðri á Gomlurætt ávirkar verandi virksemi. Eftir stendur so spurningurin, hvat nýtt virksemi møguliga kann hugsast at vera lagt á Gomlurætt, men verandi virksemi kann so halda fram, staðfestir Teitur Samuelsen. Spurningurin, hvat grótið frá Sandoyartunlinum skal brúkast til, er framvegis ikki loystur. Umsitingin hjá Tórshavnar Kommunu hevur skotið upp at brúka grótið úr undirsjóvartunlinum til eitt heilt nýtt bústaðarøki á Velbastað, í lendinum við bryggjaríið Okkara. Málið um grótið var á skránni fyri býráðsfundin 28.september, men varð tikið av skránni. Frammanundan hevur partafelagið Eystur og Sandoyartunlar gjørt avtalu við ein bónda á Velbastað um at brúka grótið til at planera eitt nýtt dyrkilendi sunnanfyri bygdina. Tað váttar Teitur Samuelsen, stjóri í partafelagnum Eystur og Sandoyartunlar, sum tó leggur afturat, at enn eru øll loyvi ikki fingin uppá pláss. Fríggjakvøldið 6. oktober fór Eyð Matras á pall á fyrsta sinni við nýskrivaða leikinum Morgunstjørnan yvir Wittenberg, ið hon sjálv hevur skrivað. Leikurin snýr seg um Katarinu von Bora, ið var kona Martin Luther Tað er Ria Tórgarð, ið hevur leikstjórnað, meðan Magni Husgaard hevur gjørt tónleikin. Gulla Øregaard ummælir leikin, eins og Uni Næs, dómpróstur, eisini tekur saman um. Í farna mánað varð nýggi føroyski spælifilmurin Dreymar við havið, ið Sakaris Stórá hevur leikstjórnað, og hvørs handrit er skrivað av Marjun Syderbø Kjelnes, frumsýndur. Vit hitta rithøvunda og leikstjóra um runda borðið. Jógvan Arge hevur skrivað eina ørgrinnu av bókum, og nú er hann aftur bókaaktuellur. Og hesuferð er tað við triðja bindi av Krýnikuni, her hann eitt nú nemur við tíðina, tá hann starvaðist á tíðindastovuni Ritzau. Í Tróndheimi finna vit Rockheim, ið er savnið fyri norskan rock og populertónleik. Á savninum kanst tú síggja, hoyra og uppliva norsku rock og poppsøguna, samstundis sum tú eisini kanst vitja forkunnugar tíðarlummar. Vit hava hitt stjóran Sissel Guttormsen. Fyri yrkingasavnið Sunnudagsland fekk Sissal Kampmann Mentanarvirðisløn M.A. Jacobsen fyri fagrar bókmentir 2017. Og í hesum sambandi leita vit aftur á Mentanarcaf ina, ið varð send 11. mai 2016. Og hetta visti Sissal ikki av. Tú kanst hoyra sendingina her Rakstrarútreiðslurnar standa til at hækka 1,9 prosent, men tað verður meira enn tað, tí sáttmálarnir á arbeiðsmarknaðinum eru ikki gjørdir enn. Tað er serliga tí, at Glasir skal gerast liðugt, og vit fara eisini ígongd við eitt nýtt havrannsóknarskip, umframt at íløgur eisini verða gjørdar á sjúkrahúsinum, segði landsstýriskvinnan tá. Eg veit ikki, um vit gera ov stórar íløgur, men timingin er kanska ikki røtt. Tað skulu íløgur til, eisini hjá tí almenna fyri at viðlíkahalda alt tað almenna kompleksið, so spurningurin er kanska meira, nær man ger íløgurnar, sigur hon. Tað vóru Føroyar, ES og Noreg sum skrivaðu undir avtaluna, og avtalan byggir á makrelsemjuna sum partarnir gjørdu í 2014, og sum eisini er galdandi fyri 2018. Øl strandarlondini samdust um eina langtíðarumsitingarætlan fyri makrelin í Landnyrðingsatlantshavi, sum er burðardygg sambært ICES. Noreg hevur havt samráðingarleiðsluna fyri makrelsamráðingarnar í ár, men hevur nú latið formansskapin upp í hendurnar á føroyingum. Betri stendur til við svartkjaftinum, og har mælir ICES til at økja veiðuna við trimum prosentstigum, upp í eina millión og 388.000 tons. Í eini røðu í fyrrakvøldið segði katalonski forsetin, at Katalonia skal vera ein sjálvstøðugur statur, men at tað skal gerast við samráðingum við sponsku stjórnina. Hann skrivaði undir eitt sjálvstýrisskjal, men løtu seinni ógildaði hann skjalið. Tað hevur fingið sponsku stjórnina at biðja hann um at gera greitt, um Katalonia er lýst sjálvstøðugt ella ikki. Halda myndugleikarnir í Katalonia fast við sjálvstýriskravið, so umhugsar spanska stjórnin at seta grein 155 í grundlógini í verk, skrivar spoanskir miðlar. Grein 155 gevur stjórnini loyvi at seta katalonska heimstýrið úr gildi. Seinni hevur talsmaðurin hjá stjórnini í Katalonia heitt á forsætisráðharran um ikki atleypa framav, tí kanska er gongdin sum nú er seinasti møguleikin fyri at røkka einari endaligari loysn, segði hann. Játtanin er uppi, og ongir pengar eru at gjalda lønir við restina av árinum. Tí er ikki annað er gera enn at koyra fólk í feriu ella biðja tey avspáka. Hann segði tó einki um, at alt virksemið á Landssjúkrahúsinum, sum kann bíða, skal bíða til januar í 2018. Játtanin er uppi, og pengar eru ikki at gjalda løndir við, sigur hann. Og talan er ikki einans um sjúklingar, sum koma inn í skipanina nú eisini planlagdar skurðviðgerðir eru útsettar, viðgongur Ronnie Midjord. Spurdur um Landssjúkrahúsið ikki kundi biði um eykajáttan svarar hann, at landsstýriskvinnan hevur givið boð um, at játtanin skal haldast. Tað vísir nýggjasta Gallup kanningin, sum Fólkaheilsuráðið hevur latið gjørt í eini roynd at finna útav, hvussu leingi føroyingar hyggja í skíggja tað veri seg bæði teldu, teldli, fartelefon og sjónvarp. Meðan, ein lítil fjórðingur av teimum spurdu segði seg hyggja undir ein tíma um dagin, svaraði meir enn helvtin, at tey hyggja upp til tríggjar tímar um dagin eftir skíggja í frítíðini. Ein lítil helvt av teimum millum 15 og 24 ár hyggja í skíggja meir enn tríggjar tímar um dagin tá tey hava fingið frí frá skúla ella arbeiði. Um meira skal gerast fyri at verja náttúruna, mugu eitt nú kommunurnar eisini taka hetta í álvara, heldur Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, nú arbeitt verður við einari nýggjari náttúruverndarlóg Sirið Stenberg, landsstýriskvinnan í innlendismálum hevur ætlanir um, at tá ein nýggj náttúruverndarlóg er samtykt, so skal farast undir arbeiðið at gera eina planlóg, har lendi í Føroyum skal skipast. Marita Rasmussen heldur, at bæði vansar og fyrimunir kunnu verða fyri vinnuna við einari planlóg, men tað er týdningarmikið, at atlit verða til, hvussu lendi og eitt nú ídnaðarøkir hava verið skipaði higartil. Pól á Látrinum skrivaði ferðafrásøgn um túrin til Danmarkar í 1836 og tað er úr hesi ferðafrásøgn, Sámal Tróndur Finnson Johansen, stjóri á Landsskjalasavninum, fer at halda fyrilestur á Heystfagnaðinum á Eiði. Í løtuni kostar verjan 22 milliardir krónur um árið, og avtaluuppskotið hevur við sær, at fíggingin til verjuna í 2023 verður 4,8 milliardir hægri enn í dag. Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, segði á tíðindafundi í gjár, at hóttanin móti Danmark er størri enn fyrr, og tað er orsøkin til at neyðugt er at brúka nógv meira pening uppá verjuna. Á tíðindafundinum vísti Claus Hjort Frederiksen, verjumálaráðharri, á, at tað serliga er Russlandn sum er vorðin ein størri hóttan. Russland ger hernaðarvenjingar, og setur upp rakettir upp, millum annað í Kalliningrad, sum kunnu røkka til Keypmannahavnar, Stockholm og Baltralondini og tað mugu vit fyrihalda okkum til, sigur Claus Hjort Frederiksen. Nýggja semjan um verjuna leggur sostatt í størri mun enn fyrr dent á hóttanini ímóti Danmark og Natolondunum Polen og Baltralondini. Avtalan skal eisini verða við til at styrkja Nato í mun til hóttanini frá Russlandi. Millum annað er ætlanin at hava eina brigatu uppá 4000 fólk, sum kann verða til reiðar at sendast út á altjóða missiónir. Landssjúkrahúsið koyrir á lægsta blussi. Allar skurðviðgerðir, sum kunnu bíða, eru útsettar til januar 2018, segði sjúkrahússtjórin í gjár, mikudagin 11. oktober. Tað fara helst at mangla 6 milliónir krónur í, tá ið avtornar, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, sum fer á fund við Fíggjarmálaráðið mánadagin. Saman við Magna Mohr, formanni í Fólkaheilsuráðnum, verður hugt nærri at teimum tølum, sum koma fram í fólkaheilsukanningini, sum júst er kunngjørd. Kanningin, sum var í september mánaði í ár, staðfestir, at roykingin hjá teimum vaksnu fall úr 28 niður í 22 . Umleið fimtihvør føroyingur eldri enn 18 ár roykir hvønn dag, svarandi til 22 dagligir roykjarar í fjør vóru vit uppi á 28 dagligir roykjarar. Flestu roykjarar eru í aldursbólkinum 25 39 ár. 27 av føroyingum eldri enn 18 ár siga seg roykja av og á. Hetta er minni enn í 2003 41 . Talan er her um eitt støðugt fall síðan 2003. Av teimum sum roykja av og á ella meira eru 2 3 sum roykja hvønn dag. Føroyingar røra seg ov lítið, og bert 22 røra seg í mun til tilmælini frá WHO. 10 av øllum føroyingum røra seg als ikki og eru tí í álvarsligum vanda fyri sjúkum, sum kropsligt óvirkni hevur við sær. Fleiri menn enn kvinnur røra seg í mun til altjóða tilmælini. 16 av føroyingum eldri enn 18 ár eru slett ikki regluliga kropsliga virknir, og hetta er minni enn í 2005 28 . Kostur Føroyingar eta frukt, grønmeti og fisk í somu nøgdum sum í 2003. Í mun til altjóða tilmæli eta umleið 90 av føroyingum nokk av fiski, men ov fá eta nóg mikið av grønmeti og frukt ca. 50 . Sjálvsmett heilsustøða Í mun til sjálvsmetta heilsustøðu, liggja føroyingar á sama stigi sum í 2014, men gleðiligt er, at tey ungu í 2017 meta seg at hava munandi betri heilsu, enn seinastu 3 árini. Tað er ein tendensur, at fólk í Vágunum meta seg at hava verri heilsu enn aðrastaðnis í landinum, meðan tey í Suðursteymoy meta seg hava bestu heilsuna. Føroyingar viga ov nógv. Meira enn helvtin av føroyingum viga ov nógv, og fimtihvør kann bólkast at vera tað, vit kalla feitur. Síðan 2003 er talið á feitum føroyingum næstan tvífaldað. Samstundis er ein tendensur til, at færri við normalari vekt eru í dag enn í 2003. Nógv fleiri kvinnur í Føroyum viga normalt, og nógv fleiri menn eru í bólkinum við yvirvekt og fiti. Millum annað kann nevnast, at bert triðihvør maður í Føroyum vigar normalt. Tað eru serstakliga menn yvir 25 ár, sum viga ov nógv og eru í vanda fyri lívstílssjúkum, ið eru knýttar at yvirvekt. Umleið helvtin av føroyingum nýta skíggjar meira enn 3 tímar dagliga í sambandi við sítt arbeiði. Á arbeiðsplássinum brúka menn skíggjar meira, enn kvinnur gera. Skíggjanýtslan á arbeiðsplássinum er størst hjá teimum 25 59 ára gomlu. Tríggir út av fýra føroyingum nýta skíggjar meira enn 3 tímar dagliga í frítíðini. Fjórðihvør í aldurbólkinum 15 24 ár brúka skíggjar meira enn 5 tímar dagliga í frítíðini. Samanumtikið eru hesi tøl alt ov høg og hanga ivaleyst saman við manglandi rørslu og yvirvekt. Tað gekk illa hjá donsku fiskivinnuni í 00 unum, men gongdin er vend, og yvirskotið í vinnuni er tvífaldað uppá trý ár, vísur frágreiðing frá ES kommisiónini úr 379 milliónum í 2012 til 789 milliónir í 2015. Yvirskotið er nú 23 prosent av samlaðu inntøkunum í fiskivinnuni, og tað er eitt nógv størri yvirskot end vanligt er í vinnulívinum, siga sefrøðingar. Poul Degnbol, professari við lærda háskúlan í Aalborg, heldur, at orsøkin til stóra yvirskotið í fiskivinnuni er kvotuskipanin, sum kom í gildið fyri tíggju árum síðani. Skipanin gjørdi tað møguligt hjá reiðarum og fiskimonnum at keypa og selja kvotur. Tað hevur havt við sær, at nógv færri fiskimenn og skip eru í flotanum, men fíggjarstøðan í vinnuni er vorðin nógv betur. Poul Degnbol vísur, eins og hinir serfrøðingarnir, á, at landið hevur givið kvoturnar ókeypis til fiskivinnuna, meðan ein skattur er á flest øllum øðrum náttúrutilfeingi, millum annað olju og gassi. Tað er tað sama sum at geva oljuna ókeypis til vinnuna uttan at leggja ein skatt omaná , sigur Poul Degnbol. Serfrøðingarnar halda, at tað, sum landið fær inn í skattum, skal verða við til at fíggja tær útreiðslur, sum landið hevur av at hava eftirlit við og umsita kvotuskipanina. Og í felagnum hjá størstu reiðaríunum vísa teir ikki burtur hugskotið Vit eru til reiðar at samráðast um uppskotið, tí vit hava virðing fyri fiskivinnuskipanini, sum vit hava í Danmark , sigur Esben Sverdrup Jensen, stjóri í Dansk Pelagisk Producentorganisation. Danskir politikarar eru ójavnir á málið um uppskotið, summir halda, at fiskivinnan má hava betri tíð at koma fyri seg, áðrenn skattur verður lagdur á hana, meðan aðrir halda at hugskotið er gott. Í løtuni eru samráðingar í Fólkatinginum um lógarbroytingar í sambandi við eftirlitið og umsiting av fiskikvotunum. Landið hevur fingið harðar atfinnginar frá ríkisgrannskoðanin fyri eftirlitið við kvotum og sonevndum kvotukongum, men ein tilfeingisrenta kann verða við til at fíggja eitt betri eftirlit við kvotuskipanini halda fleiri politikarar og serfrøðingar. Fólkini liva í legum, tey arbeiða minst 12 tímar um dagin, og sleppa ikki úr leguni uttan serligt loyvi. 70 prosent av tí tey tjena, verður sent heim til Norðurkorea. Tí eru tað fólk í USA sum fíggja virksemið hjá norðurkoreansku myndugleikunum, vísir ein kanning hjá AP tíðindastovuni. Mett verður, at arbeiðsfólk úr Norðurkorea tjena millum 1,3 og 3,2 milliardir krónur í útlandinum, sum síðani verða sendar heim til myndugleikarnar. Hildið verður, at minst 300 norðurkoreanar arbeiða í Hunchun í Kina. Tey fáa í besta lagi 300 dollarar um mánaðin meðan kinesisk arbeiðsfólk fáa minst 540 dollarar um mánaðin. Fólk úr Norðurkorea arbeiða eisini í byggivinnuni í fleiri arabiskum londum, á skipasmiðjum í Polandi, í skógum í Ruslandi og í fiskivinnuni í Uruguay, vísir kanningin hjá AP. Tað heldur Gitte Klein, sum umframt at vera útbúgvin lærari, í dag eisini er master í positivari sálarfrøði og arbeiðir sum ráðgevi hjá lærarum, stovnum og fyiritøkum. Sjálvandi hugsa lærarar um trivnaðin hjá børnunum, men tað er brúk fyri, at vit hava ein fastan leist at arbeiða eftir, tá hugsað verður um sálarheilsu og børn, sigur Gitte Klein. Ongantíð áður hava vit lagt størri dent á trivnað í skúlum og stovnum. Kortini økist parturin av børnum og ungum, sum hava sálarligar avbjóðingar, sigur Gitte Klein. Jónsvein Lamhauge, sum er stjóri í Tórshavnar Havn, sigur í stuttari viðmerking, at hann kennir einki til, at mold verður burturbeind. Vit hava fingið byggiloyvi og brúka tilfarið at fylla út. Moldin verður ikki burturbeind, men brúkt at fylla upp við, og tað er ein stórur munur, sigur hann og leggur afturat, at hann kennir einki til, at flótandi runa er við bátahylin í Kaldbak. Janus Vang er í áhugabólkinum í Kaldbak, sum saman við Kaldbaksnevndini siga seg vita, at gravimaskinur og lastbilar, sum arbeiða fyri kommununa, koyra nógva mold á sjógv við Sundsá. So nógv mold er farin á sjógv, at fólk eru varug við flótandi runu við bátahylin í Kaldbak. Og í Kaldbak vilja tey hava løgregluna upp í málið. Tey vísa til løgtingslógina um bann móti burturkoyring av mold til sjós, sum hon eitur, har tað stendur, at tað er bannað at forkoma mold, leiri og øðrum tilfari frá útgrevsti, vegagerð og tílíkum við at koyra slíkt tilfar til sjós. Eitt annað er, at tey halda, at moldin er til ampa fyri skeljadjór og hummarar á fjørðinum. Hetta veit Janus Vang tó ikki at siga við vissu. Men náttúran á Kaldbaksfirði kann sigast longu at vera undir trýsti við havnaútbygging og alivirksemi. Tá hon var størst í 1950 árunum, hevði hann útvið 1200 fólk í arbeiði. Hann megnaði sum tann einasti at styrkja um sítt handilsvirksemi undir kreppunum í tríati og fimtiárunum, tá so nógvar aðrar handilsfyritøkur máttu repa seglini ella snara lykilin um. Klaksvíkingurin var í áratíggju slóðbrótandi innan trolaravinnuna og handilsvinnuna, og hann var við til at menna Klaksvík til fremsta fiskivinnupláss í landinum. Stóra valdið elvdi tó eisini til misnøgd við Kjølbro familjuna, sum av álvara kom undan kavi undir Klaksvíksstríðnum. Um hetta mundið rindaði Kjølbro meira enn 10 miljónir krónur í lønum og hýrum. Almenna fíggjarlógin var 15 miljónir, umframt 10 miljónir í ríkisveiting. Fá ár seinni ridlaði alt, men fyritøkan var í roynd og veru ov stór at fara á húsagang. Danska stjórnin kom tí upp í leikin. Í dag rundar ein av okkara fremstu popp og rocksangarum tey seksti. Vit práta við Karl Martin Samuelsen um tónleikin, og hoyra eitt nú eina sera forkunnuga upptøku, har Karl Martin syngur rock n roll 9 ára gamal. Rithøvundurin og listamaðurin Tóroddur Poulsen verður eisini 60, og í hesum sambandi verður skipað fyri listaframsýning, og plátu og bókaútgávum í Steinprenti leygardagin. Vit tosa við Tórodd Poulsen, Kinnu Poulsen, og Jan Andersson. So passaligt fyri tvey eldri fólk er heiti á filmi, sum verður at síggja á Eiði í kvøld. Eir í Ólavstovu, sum hevur gjørt nýggja filmin um tilkomna útróðrarparið, sigur okkum um eitt nú søgugongdina í filminum, og hví tað er umráðandi at gera ein tílíkan film. Í Eygleiðingini hesuferð viðgera Aslaug Gisladóttir og Sólvit Nolsøe evnið náttúruvernd. Og dagsins klassikari er sangur, sum kom út í 1978. Tú kanst hoyra sendingina her Danski herurin skal hava góðar 13 milliardir krónur meira komandi fimm árini tað vil siga eitt búskett uppá í alt 26 milliardir í 2023. Pengarnir skulu millum annað brúkast til eina hernaðareind uppá 4.000 mans, sum kann sendast út uppá eitt hálvt ár. 500 fleiri mans skullu kunna innkallast í herðin, pengar skulu setast av til trygd á netinum, og stórar íløgur skulu gerast í donsku hernaðarligu verjuna. Men um nakað av økta hernaðar búskjettinum skal brúkast her um leiðir, veit Poul Michelsen uttanríkisráðharri ikki at siga. Føroyingar hava í skrivi til danir, boðað frá at vit tulka Fámjins skjalið soleiðis, at vit skulu kunnast um alt hernaðarligt virksemi her á landi, men tað hava danir ikki svara uppá. Føroyingar eru heldur ikki kunnaðir nú, danir meta russar sum ein størri hóttan og tí økja um hernaðarliga búskjetti við 13 milliardum. Bæði russar og amerikanarar hava økt um virksemið á okkara leiðum seinastu árini, men hví tað er, vita vit ikki, sigur Poul Michelsen. Donald Trump, forseti, skarvar nú aftur av Obamacare. Í gjár skrivaði hann undir eina fyriskipan, sum hevur við sær broytingar í heilsutryggingunum, ið komu í gildið, tá heilsunýskipanin hjá fyrrverandi forsetanum, Barack Obama, varð sett í verk. Útreiðslurnar av Obamacare hava verið so stórar, at tær oyðileggja alt, sum kemur í kjalavørinum av teimum , segði Trump, tá hann skrivaði undir fyriskipanina. Republikanarnir hava leingi roynt at taka heilsunýskipanina hjá Barack Obama av, men higartil hevur undirtøka ikki verið fyri tí í Kongressini. Trump sigur, at fyriskipanin, sum hann nú hevur skrivað undir, ber í sær, at fleiri milliónir amerikanarar nú fáa møguleikan at keypa sær bíligari heilsutryggingar í fleiri statum. Men heilsutryggingarnar fevna ikki um eitt nú barsilsfarloyvi, heilivág, ið bert verður útflýggjaður eftir ávísing, ella viðgerð av sálarligum sjúkum. Tá tað ikki eydnaðist honum at taka av Obamacare í Kongressini, roynir hann nú at leggja alla skipanina í oyði sigur Chuck Schumer. Teldusníkarnir senda fólki teldupost, har teir siga seg vera frá Netflix. Biðið verður um at dagføra kontuupplýsingar, sum liggja inni hjá Netflix. Á tann hátt kunnu teldusníkarnir fáa kontuupplýsingar hjá fólki. Heldur skulu fólk fara inn á veruligu heimasíðuna hjá Netflix ella Netflix appina, logga á og kanna, um upplýsingarnar eru rættar. Sum altíð er tað tann vælupplagdi, filosofiski og avslappaði Jákup Magnussen, ið er vertur fyri sendingini, sum er á skránni næstu mongu leygarkvøldini. Onkur vildi kanska hildið, at tað er keðiligt at skula til arbeiðis hvørt leygarkvøld og ikki kunna fara heim fyrr enn langt út á náttina. Men soleiðis er ikki við Jákupi Magnussen. Tað er eitt gott kvøld hjá mær at senda í. Eg fái liva mítt lív við at gera hesa sendingina, eg kann geva nakað, og so fái eg eisini nakað frá lurtarunum, sigur Jákup Magnussen. Maureen Djurhuus Clarke er sjúkrasystir. Hon er gift enska Christopher, sum er doktari í náttúrurvísind. Tey búgva í Oman við teirra børnum. Meira enn helvtin av føroyingum viga ov nógv, og fimtihvør kann bólkast at vera tað, vit kalla feitur. Hetta verður staðfest í nýggju heilsukanningini hjá Fólkaheilsuráðnum. Kristna leguhúsið Zarepta kenna føroyingar flest, og lutfalsliga nógvir føroyingar hava roynt at verið á legu har. Í morgin fyllir vælumtókta leguhúsið Zarepta 50 ár. Øll starvsfólk, sum eru lønt eftir sáttmálanum hjá Starvsmannafelagnum í landsins tænastu, fáa 633 krónur meira um mánaðin alt fyri eitt. Tað vil siga, at øll, sum eru lønt eftir sáttmálanum hjá Starvsmannafelagnum, hava fingið 1387 krónur afturat um mánaðin 1. oktober næsta ár. Uttan rættin at ferðast í náttúruni eru Føroyar ikki nógv verdar sum ferðavinnuland, heldur Jóhan Pauli Helgason, sum var við til at skriva álitið. Tú eigur at kunna ferðast frítt úti í náttúruni, uttan at tú ger teg inn á náttúruna ella ognirnar, og sjálvandi eisini djóralív. Tað er tað útgangsstøði, vit halda skal vera galdandi, sigur hann. Løgmaður og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum vórðu boðsendir til Danmarkar í skundi, og mánadagin tann 5. oktober gjørdu teir eina avtalu við donsku stjórnina um at bjarga Sjóvinnubankanum. Føroya Banki kom eisiní í trupulleikar, og stórur partur av føroysku vinnuni fór á húsagang. Búskaparkreppan var íkomin. 10 ár eftir hendingina gjørdi Helgi Jacobsen, útvarpsmaður, eina sendirøð um búskaparkreppuna. Vit hoyra eina upptøku, har Karl Martin sum níggju ára gamal syngur rock n roll saman við fyrsta bólki sínum The Tigers. Vit práta um longu karrieruna og spæla nøkur løg á leiðini Píska sera væl og leingi. Evna til 4 botnar á ovnskuffu við bakipappíri. Drússa botnin við einari ss av kakaopulvuri og baka í 130 hitastigum í 1 tíma. Samanlegging Legg fyrst ein botn á eitt kakufat. Síðan smyr tú 1 3 av lagkøkufyllu 1 og 2. Nú leggur tú ein botn omaná aftrat, og síðan aftur 1 3 av lagkøkufyllu 1 og 2. So leggur tú triða botnin, og leggur seinasta triðingin av lakøkufyllu 1 og 2. Tú endar við at leggja fjórða botnin omaná, og síðan frísk rossaber ovast. Tað var ein dýr søga, at 40 prosent av ljósmøðrunum á Landssjúkrahúsinum vórðu sjúkrameldaðar og tí ikki vóru til arbeiðis í longri tíð, og tað er ein av orsøkunum til, at pengarnir eru uppi á Landssjúkrahúsinum, sigur Ronnie Midjord, virkandi stjóri á Landssjúkrahúsinum. Í juni kom fram at 40 prosent av ljósmøðrunum á føðideildini vóru sjúkrameldaðar, og í juli hevði stríðið á føðideildini longu kostað 880.000 krónur í vikarum og lønum til sjúkrameldaðar ljósðarmøður pengar, sum annars ikki høvdu verið brúktir, sambært innliti, sum Kringvarpið hevur fingið frá Landssjúkrahúsinum. Men eisini manglandi atlit til prísvøkstur er ein trupulleiki sambært Ronnie Midjord. Gamaní er játtanin hækkað seinastu árini, men hædd hevur ikki verið tikið fyri prísvøkstri á mati, olju og øðrum tænastum í fleiri ár, sigur Ronnie Midjord. Tað hevur Klaksvíkar Sjúkrahús fingið við, og leiðslan her hevur sett seg í samband við sjúkrahúsleiðsluna í Havn, sum nú kannar um sjúklingar kunnu leggjast undir skurð í Klaksvík. Eg eri serliga misnøgdur við, at tað seinna árið ikki gav meira enn 754 krónur. Eg hevði einki havt ímóti at sæð 800 krónur á har ella kanska meira, sigur Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum. Sjálvandi. Fíggjarmálaráðið hevur allatíð lagt seg eftir, at vit skulu halda so lágan lønarvøkstur sum møguligt, sigur Kristina Háfoss. Lønin hjá teimum, sum eru sett eftir sáttmálanum hjá Starvsmannafelagnum og arbeiða í landsins tænastu, hækkar 633 krónur um mánaðin nú beinanvegin. Ólavur gongur á konservatorium í Danmark. Hann er í hesum døgum í Føroyum, har hann skal spæla konsertir við tveimum sera ymsum bólkum sangarinnuni Leu Kampmann, sum fer at hava útgávukonsert í Reinsaríinum í næstu viku, og jazz rockbólkinum Gø, sum í næstum fer at spæla í Blábar í Havn. Vikuskiftissendingin var á gátt hjá Ólavi Jóhannes Steingrund, verkfrøðingur, hevur sergrein í akkustikki. Hann hevur sniðgivið ljóðið í ymsum hølum í Føroyum, frá konsertsalum til privat heim. Vikuskiftissendingin hitti Jóhannes ein baldrutan fríggjadag niðri í Vágsbotni í Havn Hóast uttanflokkatingkvinnan Sonja Jógvansdóttir sigur seg hava eina avtalu við løgmann um at gera fakfelagsgjaldið skattafrítt, so kveistrar Kristina Háfoss uppskotið til viks. Kristina Háfoss heldur tað vera ruddiligari við einari stuðulsskipan, heldur enn einari frádráttarskipan, men hvørki Sonja Jógvansdóttir ella limir í fakfeløgum fáa nakað lyfti frá landsstýriskvinnuni. Nakað av vindi var í nátt, men hevur løgreglan hevur bert fingið eina fráboðan um skaða. Tað var í Klaksvík, har ein rútur í bygninginum hjá Íðka brotnaði í illveðrinum. Talan var um ein 39 ára gamlan dana, sum hevði sparkað ein 25 ára gamlan russiskan sjómann í ryggin og nakkan, meðan hann lá niðri. Hildið var, at russarin misti vitið eina løtu, og tí var hann sendur á Landssjúkrahúsið til kanningar. Hann er tó útskrivaður aftur nú í morgun. Tað hevur verið eitt ynski í rættiliga nógv ár, at álitisfólkini skulu fáa eitt lønarstig eyka fyri tað arbeiðið og ta ábyrgd, sum liggur á teimum, og tað er ikki lítil ábyrgd, sum liggur á teimum, sigur Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum, í samrøðu við útvarpið hjá Kringvarpinum. Svenska stjórnin sigur, at tað er hóttanin móti landsins trygd og vandin fyri nýggjum yvirgangsálopum, sum er orsøkin. Verðandi marknaeftirlit gongur út 11. november. So seint sum 7. apríl í ár var yvirgangsálop framt í Svøríki. Og nærum hvønn mánað henda álvarslig álop fleiri staðni í Evropa. Tí eru vit samd um, at neyðugt er við betri eftirliti við, hvussu fólk ferðast innan felagsskapin, segði Johansson við Svenska YLE í sambandi við fundin fyri innanríkisráðharrar í ES. ES nevdnin hevur boðað frá, at tað er ikki trýsti frá migrantum, sum er orsøkin til marknaeftirlit, men at nevndin góðkennir longt marknaeftirlit av trygdarávum. Maðurin, sum hildið verður skeyt og drap 58 fólk í Las Vegas 1. oktober, royndi, sambært løgregluni, eisini at fáa tangar við brennievni til at spreingjast á flogvøllinum í býnum. Flogvøllurin, McCarran International Airport, er skamt frá gistingarhúsinum, har Stephen Paddock úr einum kamari á 32.hædd skeyt meiri enn 1.000 skot móti áhoyrarum á eini uttandurða konsert. Á tíðindafundinum greiddi Lombardo frá, at løgreglan og amerikanska fregnartænastan, FBI, ikki hava fingið greiðu á, hví hann framdi hópdráp. Heldur ikki vinir og kenningar, húsarannsóknir heima hjá Paddock ella tøkniliga kanningar hava givið svarið, hvør politiska, átrúnaðarliga ella persónliga orsøkin var til álopið. Joe Lombardo upplýsti á tíðindafundinum, at álopið vardi í 10 minuttir, 546 fólk fingu løstir av skotum, 45 eru framvegis í lívsvanda, skrivar Ritzau. Sambandsflokkurin hevur sett sær sum mál, at ongin skal bíða longur enn ein mánað frá tí at illgruni um sjúku er staðfestur, til viðgerðin verður sett í verk. tað sigur sigur Kaj Leo Holm Johannesen, tinglimur fyri sambandsflokkin. Flokkurin vísir á, at tað hjálpir ikki at útseta sjúkraviðgerðir til næsta ár, tí tað merkir bara longri bíðilistar og lægri lívsgóðsku hjá sjúklingum og familjum teirra. Drama er í íslendska valstríðnum í løtuni, har politiski Tjóðfylkingin hevur boðað valnevndini frá, at hon tekur aftur nærum allar uppstillingarlistarnar til komandi altingsvalið. Hetta hendir, eftir at valnevndin gjørdi vart við, at hon hevur gjørt stakroyndir á øllum uppstillingarlistunum hjá flokkinum, og tað vísti seg, at fleiri persónar á listanum, sum valnevndin hevur tosað við, ikki vistu av, at tey stuðalu flokkinum, og at tey heldur ikki kendu aftur undirskriftina hjá sær. Tað váttar valstýrið fyri Reykjavík, har Tjóðarfylkingin lat inn uppstillingarlistarnar í gjár, skrivar íslendska kringvarpið, RÚV. Spurningarnir hesaferð snúgva seg annars um eina kvinnu, sum er bangin fyri at systirin er farin at drekka, um hvat man skal gera, tá sjeikurin hevur ein óuppdrignan hund, um konu og mannfólkabilar og um hundar, ið eru inni allan dagin. Føroya bygdasligasta tiltak verður vitjað í sendingini hesaferð, har millum annað seyðasýning, hespukapping og hornpussing eru á skránni. Eisini gera vit eina høga køku við rossaberum og práta við fólkatingsmann. Løgreglan hevði úr at gera í nátt, tí nógv fólk var í býnum, og serliga nógv drukkin ungfólk vóru at síggja í høvuðstaðnum. Tey dugdu sær heldur ikki hógv, og vóru óhølvað ímóti løgregluni. Í morgun klokkan hálvgum átta bóru tveir bilar saman á vegnum við Fútaklett í Vágum. Tað vísti seg at annar bilførarin hevði drukkið, og kann rokna við at missa koyrikortið. Í nátt var eisini ein tikin fyri at koyra ávirkaður á prutli. Løgreglan gjørdi eisini grein 13 kanningar á vegunum, men einki óvanligt var at merkja í teimum kanningunum. Ein maður gjørdist illur í sær í eini bygd í Eysturoynni, so fólk valdu at ringja eftir løgregluni. Hann var somikið illur, at neyðugt var at halda honum niðri eina góða løtu, fyri at fáa hann at sissa seg. Hann var somikið ógvusligur, at sjúkrabilur varð boðsendur, men hann fekk einki mein av hendingini. Eitt harðskapsmál fylti nógv hjá løgregluni í gjár, eftir at ein dani fór illa við einum russara. Hann bæði sparkaði og slerdi viðkomandi. Russarin var lagdur inn á sjúkrahúsið, men eftir kanningar var hann útskrivaður aftur. Løgreglan skipaði tí fyri eini innanrættarligari avhoyring, fyri at fáa at vita frá russaranum hvat hendi. Tá skulu bæði advokatar tulkur og dómari vera við, og ein slík avhoyring tekur drúgva tíð. Málið er mett sum uppklárað, tí myndir vísa hvat fór fram, og tær eru í varðveitslu hjá løgregluni, til málið kemur fyri í rættinum. Norrøna er farin til Landskrona í dokk og væntast ikki vera í Føroyum aftur fyrr enn mikudagin ella hósdagin, sigur Rúni Vang Poulsen, stjóri á Smyrilline. 600 fólk skuldu av røttum verið við á túrinum, men tey umleið 400 útlendsku ferðafólkini, sum skuldi ein kruisetúr til Íslands, hava fingið túrin avlýstan, orsaka av maskinbrekinum umborð á Norrønu. Ein kunningingarfundur verður eftir ætlan umborð seinni í dag og tá verður fari undir at finna loysnir til tey, sum ikki eru sinnað at bíða við heimferðini til mikudagin ella hósdagin. Flyt pengar frá Búskapargrunninum til heilsuverkið. Tey eru boðini frá formanninum í Miðflokkinum, Jenisi av Rana til landsstýrið, nú Landssjúkrahúsinum tørvar milliónir til raksturin restina av árinum. Sambært Jenisi av Rana, er tað serliga óskiljandi, at sjúklingaviðgerðir verða avlýstar og útsettar, tá tað samstundis er stórt yvirskot á fíggjarlógini. Tað er tó serliga avsetta uphæddin til Búskapargrunnin, sum skurrar í oyrunum hjá Miðflokkinum. Setast skulu 23 milliónir , krónur í grunnin í ár og 263 komandi ár, sambært Jenisi av Rana. Formaðurin í Miðflokkinum heitir tí í tíðindaskrivi á landsstýrið um at heilsuverkið fær pening til raksturin frá Búskapargrunninum. Víkingur kann við einum útisigri á NSÍ í tryggja sær Føroyameistarheitið í bestu mansdeildini. Fimm stig eru nioður til B36 á øðrum plássi, nú bert tvey umfør eru eftir at spæla. B36 hevur ein torføran heimadyst móti KÍ, sum var millum favorittarnar at vinna meistaraheitið, men sum seinastu tíðina hevur havt torført við at finna málmeskarnar. KÍ er seks stig aftanfyri Víking og hevur sostatt ein teoretiskan møguleika at vinna meistaraheitið. Men við einum málmuni sum er 11 mál verri enn há Víkingi, er talan helst einans um teori. Jan Dam, fyrrverandi landsliðleikari og seinnu árini eisini venjari, væntar tó ikki, at føroyameistarin verður funnin í hesum umfarinum. Hann sigur millum annað soleiðis við FSF Varpið Norrøna er farin í dokk í Landskrona við umleið 200 ferðafólkum og væntast ikki vera aftur í Føroyum fyrr enn mikukvøldið ella hósmorgunin. 400 onnur útlendsk ferðafólk hava fingið ferðina hjá sær avlýsta, men brennandi spurningurin er, hvat Smyril Line ger við tey 200, sum nú eftir eru umborð í Landskrona. Sølan vaks við trimum prosentstigum og virðið vaks við 6 prosentstigum. Sølan í september var 189.000 tons, sum vórðu seld fyri 8 milliardir krónur Noreg hevur higartil í ár selt 711.000 tons av laksi fyri 48 milliardir krónur Tað er sama nøgd sum í fjør, men virðið er økt við 10 prosentstigum, ella 4,2 milliardum krónur Í september var sølan av laksi 97.300 tons fyri 5,8 milliardir krónur Prísurin á alda laksinum var 55,47 norskar krónur fyri kilo í september, 1,12 krónur hægri fyri kilo enn somu tíð í fjør. Týski fíggjarmálaráðharrin, Wolfgang Schauble, sum nú leggur frá sær sum fíggjarmálaráðharri, ávarar um, at eftirmaður hansara uttan iva fer at fáa stórar avbjóðingar av eini nýggjari fíggjarkreppu. Orsøkina sigur hann vera søguliga lágu rentuna sum europeiski miðbankin heldur fast um, samstundis sum pengar verða gjørdir, og sprændir út á marknaðin. Í samrøðu við Financial Times, sigur hann, at bæði almenna og privata skuldin hækkar við rúkandi ferð, og tað fer at koma aftur um brekku. 75 ára gamli, Schauble, hevur verið fíggjarmálaráðharri í Týsklandi í átta ár, og var við til at fáa Europa aftur á føtur eftir fíggjarkreppuna sum byrjaði í 2007. Fleiri europeisk lond hava funnist at Schauble, tí hann hevur verið ov varin. Hann hevur millum annað fleiri ferðir heitt á tjóðbankar kring heimin um at normalisera pengapolitikkin, og hevur funnist at lágu rentunum, sum sambært honum hava økt um penganýtsluna. Og tað fer at fáa avleiðingar sum frálíður, er hansara sjónarmið. Hann sigur seg stuðla sjónarmiðið hjá franska forsetanum, sum mælir til grundleggjandi broytingar á evruøkinum. Vit mugu vera varin, so vit klára at taka okkum av eini nýggjari fíggjarkreppu, tí tíðirnar vera ikki altíð so góðar sum tær eru nú, sigur Wolfgang Schauble. Fleiri limir í yvirgangsfelagskapinum, Islamskum Stati, hava fingið frítt at fara úr sýriska býnum, Raqqa, eftir at ein avtala er fingin í lag við borgararáðið í býnum, sigur eitt umboð fyri ráðið, Omar Alloush, við fronsku tíðindastovuna, AFP. Ein umboðsmaður fyri Sýrisku Demokratisku deildirnar, sum USA stuðlar, sigur, at deildirnar nú fara undir seinasta og endaliga álopið á býin, eftir at avtalan er fingin í lag, og 275 limir í IS, og familjur teirra, nú fara úr býnum. Allir teir sýriski limirnir í Islamskum Stati, fóru úr býnum í gjár, og nú fara so eisini útlendskir limir í bólkinum úr býnum, sigur talsmaðurin. Alloush sigur seg ikki vita, hvussu nógvir útlendskir limir í IS eru farnir úr býnum,og heldur ikki hvagar teir fóru. Teir tóku gíðslar fyri at verja seg sjálvar, sigur hann. Møguliga eru teir farnir til landspartin, Deir al Zor, har IS framvegis hevur ein part av valdinum á. Sivilfólk sleppa eisini úr býnum, áðrenn álopið byrjar. Tað eru kurdiskar og arabiskar deildir sum manna Sýriska demokratiska herin, og tær hava gingið á odda í stríðnum ímóti Islamskum Stati, við hjálp úr USA. At Raqqa nú verður tikin, er eitt stórt afturstig fyri Islamskan Stat, sum tók býin í 2014. Eftir at felagskapurin tók býin, vórðu øll sum hildu við sýrisku myndugleikunum tikin av døgum, eins og allar shiamuslimskar moskur og kirkjur vórðu javnaðar við jørðina. Sameindu herdeildirnar settu sær fyri at taka býin aftur og álopið á býin byrjaði í juli. Í gjár vóru tvær ógvusligar bumbuspreingingar í Mogadishu í Somalia, sum gjørdu av við fleiri enn 230 fólk, og særdu yvir 200 onnur, upplýsa keldur í landinum. Talan er um ógvusligastu atsóknina, síðani ein islamistiskur bólkur byrjaði ein uppreistur í 2007. Løgreglan upplýsir, at tann fyrra bumban brast við eitt gistingarhús í miðbýnum, har eisini fleiri stjórnarbygningar eru. Hotellið varð lagt í oyði av spreingingini. Tveir tímar seinni brast ein onnur bumba í einum øðrum býarparti. Tey sum sóðu fyrru spreingingina siga, at hon var so sterk, at hon minti um ein jarðskjálvta. Týska tíðindastovan, DPA, skrivar, at bygningar sum lógu fleiri hundrað metrar frá har sum bumban brast, fingu skaða. Safari gistingharhúsið verður nógv nýtt av fólki úr Somalia, sum búgva uttanlands, og har koma eisini stjórnarlimir og tíðindafólk javnan á vitjan. Eingin hevur tikið ábyrgdina av atsóknini, men myndugleikarnir í Somalia siga, at tað uttan iva er felagskapurin, al Shabaab, sum skipaði fyri at sóknini. USA hevur í ár lagt størri dent á at søkja at al Shabaab við dronum, og atsóknin í gjár var bert fáar dagar eftir at myndugleikarnir í Somalia høvdu havt amerikanska hernaðarvitjan. Al Shabaab stríðist bæði ímóti herinum í Somalia, og ímóti herfólki frá afrikansku samgonguni, sum hevur sent 20.000 hermenn til Somalia. Eysturríki kann taka eitt stórt stig til høgru á tjóðartingsvalinumí dag, tí ungi formaðurin í Konservativa flokkinum, 31 ára gamli, Sebastian Kurz, stendur til at vinna valið. Hann er frammanundan kendur sum yngsti uttanríkisráðharrin í landinum nakrantíð. Vinnur konservativi flokkurin valið, sum útlit eru fyri, so fer Kurz uttan iva at skipa stjórn saman við víðgongda høgraflokkinum, Frælsisflokkinum, sum Hans Christian Strache, er formaður í. Sosialdemokratiski flokkurin hevur nýtt skitin vápn í valstríðnum, millum annað hevur flokkurin nýtt heimasíður, sum skuldu gera Sebastian Kurz, til ein rasistiskan og antisemittiskan polittikara. Framferðin varð avdúkað, og tað fekk álvarsligar avleiðingar fyri flokkin, bæði innanhýsis og millum fólk. Gongdin í Eysturríki er tann sama sum í fleiri øðrum europeiskum londum, har gomlu kendu flokkarnir ikki klára at standa seg ímóti nýggju ungu polittikarunum, sum koma sær fram. Vinna konservativu flokkarnir valið í Eysturríki í dag, so er eingin ivi um, at politikkurin ímóti eitt nú flóttafólkum og fremmandum sum ætla sær at koma til Eysturríki, verður herdur munandi. Tað kann so hava við sær, at fólk í øðrum londum, eitt nú í Italia og Spania, fara at velja øðrvísi, tá tey aftur skulu á val, og tá kunnu lond sum Týskland og Frakland gerast meira avbyrgd í sínum sjónarmiðum, enn tey eru nú. Triðstørsta stálverkið í Japan, Kobe Steel, hevur falsað við góðskuni á stáli, kopari og á aluminium, og felagið er komið í satt ódnarveður, tí vøran verður seld bæði til flogverksmiðjur og til bilverksmiðjur kring heimin. Avdúkingin hevur havt við sær, at virðið á fyritøkuni er fallið niður í næstan einki. Nógvar stórar fyritøkur kring heimin hava keypt vøruna frá japanska stálverkinum, millum annað Boeing og Airbus, sum gera flogfør og bilfyritøkurnar, General Motors, Tesla og franska bilfyritøkan, PSA. Stjórin í fyritøkuni, Naoto Umehara, hevur viðgingið, at virðingin fyri fyritøkuni er fallin niður í einki. Hann hevur eisini viðgingið, at fyritøkan hevur selt stál, aluminium og kopar til minst 200 fyritøkur kring heimin, vørur sum eru nýttar bæði í flogførum og í bilum. Tíðindini um gøluna fóru at ganga, tá japanska bilfyritøkan, Nissan, noyddist at kalla aftur 1,2 milliónir bilar, tí teir vóru góðskukannaðir av fólki, sum ikki høvdu skil fyri tí sum tey fingust við, skrivar blaðið, Financial Times. Seinastu dagarnar hava fólk samlað berandi konstruksjónirnar á staðnum og í morgin verður byggifundur, har greiða skal fáast á, hvussu og nær høllin verður reist. Tað sigur Jens Petur Brattaið, ið samskipar arbeiðið fyri Vágs ítróttarráð. Talan er um rættiliga stórar stálkonstruksjónir, so veðrið skal vera til vildar, umframt at kranabilar og annað skal fáast til vega, so enn ber ikki til at siga fyri vist, um høllin verður reist hesa vikuna ella seinni, sigur Jens Petur Brattalíð. Við eini perlu av einum langskoti syrgdi Árni Frederiksberg fyri, at Víkingur má bíða eina lítla viku afturat eftir meistaraheitinum. Sigurin gevur samstundis NSÍ møguleika fyri at enda við silvurkrónunum, um teir á seinasta leikdegi vinna á KÍ, sum er trý stig og átta mál aftanfyri Víking. Í hinum endanum pyntaði ÍF um úrtøkuna á stigatalvuni, tá ið teir vunnu móti EB Streymi, ímeðan 07 Vestur við hjálp úr 1. deild sær út til at varðveita plássið í bestu deildini. EB Streymur ÍF 2 4 0 1 Pedro Anton 13 0 2 Ari Ellingsgaard 38 0 3 Kristoffur Jakobsen 43 1 3 Ari Mohr Olsen 58 2 3 Pætur Petersen 65 2 4 Bogi Reinert Petersen 71 Stigatalvan Nummar Lið Stig Málmunur 1 Víkingur 52 30 2 KÍ 49 22 3 B36 47 4 NSÍ 46 5 HB 38 6 Skála 30 7 TB FCS Royn 29 8 EB Streymur 29 9 07 Vestur 25 10 ÍF 12 Eftir fólkaatkvøðuna fyri tveimum vikum síðani um loysing, og sum spanski grundlógardómstólurin hevur ógildað, skrivaði Puigdemont undir fráboðanina um loysing, men ógildaði hana beint eftir. Puigdemont er undir trýst frá samgongustjórnini í Katalonina um at halda fram við loysingini, meðan spanskir og politikarar úti í heimi royna at tosa hann frá tí. ES hevur gjørt honum greitt, at um Katalonia loysir frá Spania, verður tað ikki partur av ES. Spanska stjórnin hevur heitt á Puigdemont um at svara einfalda spurninginum, um landið hevur tikið loysing, ja ella nei. Hevur Katalonia slitið við Spania, kann Spania seta í verk strangar relgur móti Katalonia og skriva út nýtt lokal val. Hinvegin, um Puigdemont sigur, at hann IKKI hevur loyst frá Spania, kunnu sponsku myndugleikarnir gera av, at hann ikki longur brýtur spanska lóg, skrivar BBC í morgun. Setur Madrid í verk grein 155 í grundlógini, hevur Katalonia ikki longur heimild at taka avgerðir í málum um eitt nú heilsuverk og útbúgving. Brúkaraumboðið gjørdi í vár Føroya Tele varugt við, at tvær lýsingar fyri fartelefonum kundu vera brot á lógina, tí nógvar kravdar upplýsingar ikki vóru við í lýsingunum. Í lógini um marknaðarføring stendur, at tilvitað, álvarslig og endurtikin brot verða revsað so hart, at tað veruliga er fyribyrgjandi, tað er, at lógarbrotið ikki endurtekur seg. Í dag hava vit verið í savninum og funnið fram tvær tær fyrstu RagnarRokk sendingarnar sum vóru gjørdar. Talan er um tvær sendingar frá 2010, sum vóru gjørdar stutt eftir at Ronnie James Dio andaðist 16 mai hetta árið. Fleiri lurtarar hava spurt eftir hesum sendingunum, og nú eru teir so tøkar á netinum. Leigunevndin viðmælir, at almenna bústaðafelagið verður umfatað av serligum lógarverki, sum kundi staðið sum eitt sjálvstøðugt kapittul í lógini, sigur Andrass Holm Arge, formaður í leigunevndini. Talan var um landsvenjing fyri bjargingafeløgini í Íslandi. Millum luttakandi bjargingarfeløgini vóru eisini føroyskir fjallabjargarar. Vit skuldu hjálpa einum manni, ið var dottin. Tað var sum at ganga uppi í Kunoynni, tí tað var sera bratt. Tað var fantastiska avbjóðandi og stuttligt, sigur Gundur Mortensen, ið var við á túrinum. Vit hava fingið rættiliga nógv burturúr. Vit standa einki aftan fyri íslendarar, hóast vit hava nógv at læra enn. Vit ætla at bjóða íslendingum henda vegin fyri at fáa størri samstarv, sigur Gundur Mortensen. Ert tú undir 25 ár og ert kreativ, ella kreativur, so er at tekna eina plakat og senda hana til Norðurlandahúsið. Teknar tú røttu plakatina, hevur tú møguleika at vinna listatilfar eftir egnum ynski fyri 2000 krónur. Freistin at senda inn plakatuppskot er 22. oktober. Vit kenna hann sum mannin á Kastanjeg rden, har hann altíð er í gongd við okkurt arbeiði. Hann smíðar, veltur, setur saman og byggir. Alt uttan stórvegis brúk av modernaðum amboðum. Vit hava valt modernaða lívsstílin frá. Vit vilja ikki hava eitt stórt, flott hús, stóra skuld, ein bil, ið hóskar til flotta húsið, klæðir, sum eru nýggjasti móti og so framvegis. Virðini í lívinum finna vit aðrastaðni, sigur Frank Erichsen. Í síðstu viku kom fram, at kendi amerikanski filmsframleiðarin, Harvey Weinstein, hevur framt kynsligan ágang og neyðtøku á fleiri enn 30 av teimum kvinnunum, ið hava arbeitt fyri hann. Tær siga allar, at Weinstein, sum var arbeiðsgevi teirra í eitt tíðarskeið, hevði ógvuliga óhóskandi , kynsligan atburð, tá tær vóru til arbeiðis. Kynsligur ágangur snýr seg um eina óynskta atferð við seksuellum undirtónum. Bæði í gerð og talu, sigur Jógvan Elias Winther Poulsen, sum er advokatur og starvast hjá Sókn advokatum. Norðurljóð 186 enkst á donskum. Nærum helvtin av teimum 6 milliónunum, sum mangla í á Landssjúkrahúsinum, stava frá ósemjuni á føðideildini, tí har hava verið sjúkrameldingar og avloysarar. Landssjúkrahúsið lovaði í august at seta tiltøk í verk, fyri at finna sparingar, so játtanin hjá teimum helt, men tað bleiv ikki gjørt. Hann sigur, at um teir tveir triðingarnir av fiskinum, sum verður blakaður fyri borð aftur á fjarleiðunum, blivu tiknir til lands, síðani Høvdavirkið byrjaði, hevði Høvdavirkið megnað at útflutt fyri minst eina milliard krónur afturat. Eirikur á Húsamørk vónar, at Vinnunevndin setir í fiskivinnulógina, at alt tilfengi, sum kann nytast til mannaføði, skal um føroyskan kaikant sum mannaføði. Tað er eitt politiskt ynski at sáttmálasamráðingarnar í ár verða avgreiddar í krónum, og ikki í prosentum. Tað skal hava við sær, at tey lægri løntu fáa meir í lønarhækking, enn tey sum eru limir í feløgunum sum fáa hægri løn. Tí var fyrsti sáttmálin, sum Lønardeildin fríggjadagin skrivaði undir við Starvsmannafelagið, gjørdur í krónum. Nýggi sáttmálin gevur limunum í Starvsmannafelagnum 695 krónur í lønarhækking um mánaðin frá 1. oktober í ár, og 754 krónur aftrat um mánaðin frá 1. oktober næsta ár. Harumframt eru aðrar broytingar eisini gjørdar í sáttmálanum. Jan Mortensen er stjóri á Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum Átta ungir fimleikarir úti í Bø í Tórshavn stovnaðu felagið. Allir vóru føddir frá 1930 1933, og teir vóru Heri Jensen, Magnus Dam Jacobsen, Simme Jacobsen, Palli Gregoriussen, Marner av Kák, Erling Simonsen lítli , Hans Jacob Egholm og Egon. Teir høvdu sæð ein film um Jessie Owens, ein lítlan afrikanskan amerikanskan ítróttarmann, sum vann fýra gullheiðursmerki í OL í Berlin í 1936. Filmurin kom til Føroya eftir kríggið og gav unglingunum íblástur at íðka frælsan ítrótt og at stovna felagið. Um sama mundið kom Martin Holm heim til Føroya. Hann hevði lært til fimleikalærara og helt dreingjunum til. Martin Holm helt, at tað var eitt bragd, at nakrir unglingar høvdu fingið hetta í lag, og harav kom navnið Bragdið. Í morgunsendignini hugleiddu Ann Thomsen, forkvinna í felagnum, og Niels Jákup Jacobsen, fyrrverandi formaður, um ítróttarfelagið, og hvussu tað hevur ment seg hesi 70 árini. Frank Erichsen, betri kendur sum Bonderøven, hevði í gjárkvøldið ein fyrilestur á Østrøm, og tað var í tí sambandi, at hann og Halla Debes hittust fyri fyrstu ferð. Eg sendi honum og familjuni fyri nøkrum árum síðani troyggjur, sum eg hevði bundið, og í gjárkvøldið var hann eisini í troyggjuni, sigur Halla Debes, sum hevur ætlanir um at binda honum og familjuni nýggjar troyggjur. Fyrst skal eg binda langommubørnunum troyggjur, tí tey koma í fyrstu røð. Síðani kemur Frank og hansara familja, sigur Halla Debes. Seinasta avdúking hennara var móti forsætisráðharranum í Malta, Joseph Muscat, og tveimum hjálparmonnum hansara. Teir tríggir menninir verða gjøgnum offshorefeløg settir í sambandi við sølu av maltesiskum passum og peningi frá stjórnini í Aserbadjan. Í hesi løtu, nú landið er skelkað av slíkum ondsinnaðum álopið, heiti eg á øll um at vanda sær um málið, og ikki døma nakram men vísa samhuga, segði hon. Í almennari fráboðan fordømir forsætisráðharrin, Joseph Muscat, barbariska álopið. Hann hevur heitt á løgregluna um at biðja um upplýsingar frá trygdartænastum úti í heimi fyri at finna tey, sum hava skipað fyri álopinum. Øll, sum kenna Caruana Galizia, vita, at hon var kritikari, bæði politiskt og persónligt, men eingin kann rættvísgera slíka óndsinnaða atsókn á nakran hátt, segði Muscat á tíðindafundi. Muscat boðaði seinni parlamentinum frá, at fólk frá amerikonsku fregnartænastuni, FBI, eru á veg til Malta fyri at hjálpa við kanningararbeiðnum, eftir at hann hevði sent amerikonsku stjórnini áheita um hjálp. Leiðarin fyri Nationalistaflokkinum, Adrian Delia, sum Caruana Galizia eisini hevur viðgjørt, sigur, at drápið hevur sambandi við hennara skriving. Eitt politiskt morð varð framt í dag. Tað, sum hendi í dag, er ikki eitt vanligt dráp. Tað er avleiðing av totala rættarliga forfallinum, sum hevur verið seinastu árini. Høvuðsniðurstøðan í frágreiðingini er, at mammografi screeningin hevur minkað deyðstýttleikan fyri bróstkrabba hjá teimum, sum koma til screening, við 40 prosentum. Tá tú sigur, at 18 túsund kvinnur hava fingið diagnosuna gjøgnum mammografiscreening, átti tú eisini at komið við tølum fyri, hvussu nógvar eru yvir diagnostiseraðar, sigur Zahl við NRK. Tað er vandi fyri yvir viðgerð í øllum sløgum av diagnostikki, men innafyri bróstkrabba vita vit, at svullir kunnu liggja í friði leingi og so brádliga vakna úr dvala. Tí bjóða vit øllum kvinnum, sum hava krabbameinskyknur í svullinum viðgerð, sigur Solveig Hofvind, deildarleiðari fyri mammografiini í Krabbameinsskrásetingini. Um vikuskiftið vann Erla í Húsunum kappingina um bestu kjøtpylsuna, á heystfagnaði á Eiði. Hon hevur gjørt rullupyslu í fleiri ár, men byrjaði at gera kjøtpyslu fyri umleið 4 árum síðan. Leygardagin var finala í stóru kappingini TrendVision 2017 í London, har 82 hárfríðkanarkvinnur úr 44 londum hava kappast, hvør ger vakrasta hársniðið. Føroyska hárfríðkannarkvinnan, Ásla Danielsen var við saman við einum stylisti og einum modelli. Ásla umboðaði Danmark í kappingini. Tað var sera gevandi at vera við og eg havi fingið nógv heimaftur við at hjálpa mær víðari í starvinum sum hárfríðkanarkvinna, sigur Ásla Danielsen. RÆTTLEIÐING Í útvarpsinnslagnum verður sagt, at eingin umsókn er komin inn, men hetta er bert galdandi fyri starvið sum leiðandi ljósmóður. Tilsamans eru seks umsóknir komnar inn til hini ljósmøðrastørvini. Landssjúkrahúsið hevur onga umsókn fingið til tvey ljósmøðrastørv, sum hava verið lýst leys seinastu vikurnar. Trivnaðurin á føðideildini hevur ikki verið góður, og tí er Ronnie Midjord, virkandi stjóri á landssjúkrahúsinum, ikki beinleiðis bilsin av vantandi áhuganum fyri størvunum. Starvsfólkakreppan á føðideildini á landssjúkrahúsinum kom í hæddina í summar, tá ið 14 av 17 ljósmøðrum vóru sjúkrameldaðar. Ein avleiðing av starvsfólkakreppuni var fíggjarligur ein meirkostnaður á 3,1 millión krónur fyri avloysarar á føðideildini. Hetta er ein av orsøkunum til, at landssjúkrahúsið nú hevur brúk fyri eini eykajáttan. Ein onnur avleiðing av kreppuni á føðideildini var, at leiðandi ljósmóðurin varð uppsøgd tað er eitt av størvunum, sum nú skulu setast av nýggjum. Men støðan á føðideildini er batnað. Í dag eru bara tvær ljósmøður burturstaddar. Orsøkin til batan er millum annað, at skjøtul er settur á at bøta um viðurskiftini. Og sjúkrahússtjórin væntar, at arbeiðið við at betra um trivnaðin, umframt íløgur í landssjúkrahúsið, fer at hava við sær fleiri umsóknir, nú størvini verða lýst av nýggjum. Hvat er góð satira Hvat er endamálið við satiru Og finnast nøkur tabuevni, tá talan er um føroyska satiru Í hvønn mun hevur satiran verið brúkt í føroyska samfelagnum Eivindur Veyhe og T rður Jóhannesarson útgreina føroyska satirusøgu. Hilmar Jan Hansen og Jákup Veyhe er royndir undirhaldarar, ið á ein sera skemtingarsaman hátt, hava viðgjørt føroyska samfelagið og nógvar av teimum typunum, ið búgva her. Og Nón borðreiðir við nýggjum tátti frá Hilmari Jan, og við nýggjari Jákup Veyhe satiru í dag. Jákup Veyhe og Sjúrður Skaale hava mangan skipað samgongu. Og vit fáa eisini vitjan av Sjúrði, sum fer at hugleiða um satiru, samfelag og politikk. Systrarnar Ria og Súsanna Tórgarð hava sum sjónleikarar arbeitt nógv við satiru, og tað hevur Rudolf Joensen eisini. lagið er gott, tá tey trý vitja um runda borðið. Bjarni Arge telist millum yngru aktørarnar á føroyska satirupallinum, ið eitt nú serliga gjørdi vart við seg við Føroyaportalinum, ið hann myndaði saman við øðrum føroyskum satirikarum. Vit fáa orðið á Bjarna Arge og Jóan Paula Dahl Jakobsen, sum í hesum døgum eru aktuellir við Amatøroyar fermenterað útvarp. Sum politikkari stendir tú ofta fyri skotum, eins og tónin av tingsins røðarapalli eisini kann tykjast heldur satirukendir viðhvørt. Vit fáa vitjan av Kaj Leo Holm Johannesen og Jørgen Niclasen. Tí tað týdningarmesta fyri at fáa góð skinn er, at tey verða saltað sum skjótast. Og ein dag við sól og vindi er skjótt, at skinnini verða óbrúkilig. Síðani 2002 hevur útvarpið hjá Kringvarpið Føroya ikki gjørt ein einasta útvarpsleik fyri vaksin. Tá Kringvarpið so fylti 60 ár varð avrátt, at hetta skuldi broytast og leikritakapping varð útskrivað. Súsanna Tórgarð vann hesa kapping og nú verður leikritið gjørt til útvarpsleik. Annað enn tað vil nýggja forkvinnan í Vinnunevndini hjá løgtinginum, Bjørt Samuelsen, ikki siga um tíðarætlanina hjá nevndini, sum viðger uppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, um fiskivinnunýskipanina, sum skal koma í gildi á nýggjárinum. Bjørt Samuelsen sigur, at neyðugt er at hoyra allar partar aftur, tí uppskotið, sum nú er í tinginum, er nógv broytt samanborið við fyrra uppskotið. Lukkutíð eru tað fá, ið ikki tola at verða stungin av vespu, men tey, ið ikki tola tað skulu gera vart við seg beinavegin, verða tey stungin. Amalia Danielsen, kommunulækni, greiðir frá hvussu vespusting ávirkar fólk, ið ikki tola tað og hvussu tey best bera seg at um tey verða stungin. Men felagið heldur, at lógarheimildin eigur at verða víðkað, so SEV eisini sleppur at lækka prísin til privatu vinnuna, tá avlopsorka er tøk. Tað er hon serliga um náttina. Arbeiðsgevarafelagið vísir eisini á, at uppskotið hjá landsstýrinum sigur ikki, hvussu tað fer at ávirka SEV fíggjarliga og streymprísin yvirhøvur at broyta lógina um elveiting. Øll aðalráðini hava nú breiða vitan um virksemið hjá OECD, sum føroyingar kunnu fáa stórt gagn av. Tað sigur Marjun Hanusardóttir, stjóri á Løgmansskrivstovuni, eftir at 10 fólk í almennu umsitingini herfyri vóru á vitjan hjá felagskapinum í París. Við í ferðini vóru allir átta aðalstjórarnir, løgmansstjórin, umframt tvey umboð aftrat fyri Løgmansskrivstovuna, sum skipaði fyri ferðini. Ferðin kostaði slakar 100.000 krónur , umframt útistøðupengar sum ferðaliðið fær. Ferðalagið fekk at vita, hvussu OECD arbeiðir, millum annað um pisakanningar, talgilding av samfeløgum og stjórnarførslu av samfeløgum, sigur Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri Bæði løgmaður, Aksel V. Johannesen, og landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, stóðu í skránni fyri ársfundin hjá The Arctic Cirkle í Reykjavík seinasta vikuskiftið. Í síðstu viku samdust Føroyar, Noreg og ES tó um makrelin næsta ár. Ísland og Grønland eru framvegis ikki við í avtaluni millum Føroyar, Noreg og ES. Londini hava eisini roynt í millumlandafelagsskapinum NEAFC at finna nýggjar býtislyklar. Men eisini har verður bíðað eftir Brexit. Undirtøkan fyri felagnum var stór tá og í dag verður sagt, at øll bygdafólkini eru limir, hóast einki limagjald verður goldið, sigur Jákup av Skarði, formaður í Nólsoyar bjargingarfelag við morgunsendingina. Vit vilja fegin hava eina semju við kommunurnar, áðrenn vit senda uppskotini til hoyringar, segði Aksel V. Johannesen, løgmaður frammanundan fundinum. Fundurin er nú í morgun í Tinganesi, og umframt løgmann og landsstýriskvinnurnar í fíggjar og almannamálum, eru borgarstjórarnir í stýrinum í Kommunufelagnum við. Nú er loyvt at koyra við píkadekkum, men tey flestu skifta ikki dekkini fyrr enn kavin kemur, sigur Jan Fossaberg, løgreglumaður. Hann leggur eisini dent á hvussu umráðandi tað er at hava góð dekk og at lyktirnar rigga sum tær skulu. Føroya Náttúru og Umhvørvisfelag hevur latið friðingarnevndini málið, men tey siga seg ikki kunna friða sjógv, men sambært FNU er hetta ikki óvanligt. Málið er tó sent yvirfriðingarnevndini. Felagsskapurin er nú farið undir at savna inn undirskriftir um at friða økið, og tey hava longu fingið eini 400 undirskriftir. Theresa Jákupsdóttir, nevndarlimur, greiðir frá, hví Føroya Náttúru og Umhvørvisfelag ynskir at friða økið á Víkum. Ove Heinesen, umsitingarleiðari í Eysturkommunu, varðar av økinum børn og ung, og hann sigur, at tørvur er á at endurskoða nøkur øki og orða ein samlaðan politikk fyri børn og ung. Ymiskir áhugabólkar skulu koma við sínum ískoyti til nýggja politikkin, til dømis lærarar, heilsustarvsfólk, SSP, barnavernd, frítíðarfeløg, starvsfólk á dagstovnum og frítíðarheimum og so framvegis. Eisini sleppa børn millum 10 og 18 ár at siga sína hugsan um, hvat er gott og minni gott í kommununi. Læknin varð dømdur 5.000 krónur í bót fyri grovere eller gentagen forsømmelse eller skødesløshed i udøvelsen af sin virksomhed , eftir at ein sjúklingur við diabetes lat lív á sjúkrahúsinum. Sambært landsrættinum í Danmark var tað skyldin hjá dømda læknanum at fylgja upp á útskrivingar og eftirspurdar mátingar, ið læknin munnliga gav sjúkrarøktarfrøðingum, sum eisini vóru á vakt ta náttina. Soleiðis skrivar Fyens Stiftstidende . Nú hava føroyskir læknar á Landssjúkrahúsinum eisini víst stuðul til læknan og málið, sum í donskum miðlum hevur fingið heitið Svendborg sagen . Læknin varð av fyrstan tíð fríkendur í málinum, men ákæruvaldið kærdi avgerðina. Í august varð ungi læknin dømdur fyri brot á autorisatiónslógina hjá heilsufólkum. Læknin, ið nú er dømdur, bað ein sjúkrarøktarfrøðing um at máta blóðsukrið á sjúklinginum. Boðini vórðu givin munnliga. Men mátingin varð ongantíð framd. Boðini vórðu heldur ikki noterað í journalin hjá sjúklinginum, og yngri læknin fylgdi ikki upp á boðini viðvíkjandi blóðsukur mátingini hjá sjúklinginum, ið doyði á sjúkrahúsinum tríggjar vikur eftir innlegging. Tá málið var fyri rættinum, vitnaðu fleiri sjúkrarøktarfrøðingar á Svendborg Sygehus, sum søgdu, at boðini frá leiðsluni á sjúkrahúsinum vóru, at sjúkrarøktarfrøðingar ikki noyddust at lesa sjúklingajournalar, tá hetta tók týdningarmikla tíð frá sjúklingunum. Sjúkrarøktarfrøðingar hugdu tískil sjáldan ella ongantíð í sjúklingajournalin fyri at kunna seg. Hetta var eisini ein av orsøkunum til, at yngri læknin ikki noteraði blóðsukur mátingina í journalinum hjá sjúklinginum. Yngri læknin, ið nú er dømdur, var sostatt einasti persónur, ið visti, at sjúklingurin hevði sukursjúkuna, hóast sjúklingurin hevði verið í samband við fleiri læknar og sjúkrarøktarfrøðingar. Við hesum vísa læknarnir á, at tyngda sjúkrahúsverkið er orsøkin til tragisku hendingina, og at læknin ikki einsamallur skal standa við ábyrgdini. Harafturat er ein undirskriftainnsavning sett á stovn , har eggjað verður til, at fólk skriva undir, um tey halda, at dómurin í málinum elvir til ótta fyri rættartrygdina og arbeiðsviðurskiftunum hjá læknum, og at málið skal kærast, soleiðis at tað kemur fyri Hægstarætti í Danmark. Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, vil hava Landsverk at skipa eitt tunnilslið, sum skal bora tunlar til smærru bygdirnar so sum Fámjin, til Dals, Tjørnuvíkar og til Gjáar. Skulu vit keypa nýggja útgerð, so kostar tað umleið 30 milliónir krónur. Skulu vit keypa rímiliga góða, brúkta útgerð, so kostar tað millum 10 og 15 milliónir, sigur Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki. Vit síggja, at vandin fyri yvirgangsálopum er størri nú enn nakrantíð. Vit fáa oftari hóttanir nú, enn hava sæð tey 34 árini eg havi arbeitt her. Í dag er størri yvirgangsvirksemi, og tað rakar okkum oftari, og tað er torført at avdúka, sigur stjórin fyri fregnartænastuni. Við øllum tí, sum er hent og tí sum ikki er hent í 2017, er greitt, at vit stríðast móti ógvusligari yvirgangshóttan frá víðgongdum islamistum. Hóttanin frá víðgongdum islamistum, sum er fleir dimensjonal, og sum mennir seg skjótt og nú er á eini stigi, sum vit ongantíð hava sæð áður, segði Parker í talu síni í London í gjár. MI 5 stjórin sigur, at tey í løtuni kanna 500 mál, sum hava samband við yvirgang, og 3000 persónar, sum hava tilknýti til viðgongdar felagsskapir. Hann sigur, at MI5 hevur forðað 20 yvirgangsatsóknum seinastu fýra árini, og upp aftur fleiri vórðu av ongum, tí vit og løgreglan løgdu upp í. Talið av handtøkum í sambandi við yvirgang er met høgt Bara í fyrra hálvárið í ár eru 379 handtøkur framdar í sambandi, sigur stjórin. Hann stúrir fyri, at nógv kortini sleppa undir radaran hjá MI5. Hann vísir á millum annað bretskar ríkisborgarar, sum koma heimaaftur eftir at hava verið í kríggi fyri IS í Sýria og Írak, skrivar NTB. Seinastu árini er tað vorðið meira og meira vanligt, at fólk ganga og klatra í fjøllunum. Samstundis sum talið á fólkum í haganum veksur, økist vandin fyri, at óhapp og vanlukkur kunnu henda eisini. Teir dagar, tá tyrla ella bátur ikki kunnu koma fram á vanlukkustaðið, verða boð send eftir fjallabjargarunum. Orsøkin er ósemjan millum danska fótbóltssambandið, DBU, og leikararnar. Tey hava til fánýtis roynt at fáa semju um nýggja avtalu, og tí møttu leikararnir ikki til venjing í Helsingør mándagin, týsdagin og í dag. Leikararnir á danska kvinnulandsliðnum í fótbólti gjørdust hetjur, tá tær vunnu silvur í EM kappingini, men síðani hevur ósemjan við DBU lagt skugga yvir avrikini á vøllinum. DBU boðaði ígjár frá, at svenska fótbóltssambandið fær boðini í dag um, at leikarar ikki vilja spæla týdningarmikla HM undankappingardystin í Gøteborg. Ósemjan snýr seg partvíst um pengar, men eisini um aðalreglur. Leikararnir krevja, at DBU skal átaka sær arbeiðsgevaraábyrgd, men tað vil DBU ikki. Derrick Watson, dómari, góðkendi í gjár áheitanina frá statinum, Hawaii, um fyribils at steðga ætlanunum hjá samveldismyndugleikunum um at seta í verk nýtt innferðarforboð. Triðja útgávan av forboðnum rakar borgarar úr Iran, Libya, NorðurKorea, Somalia, Sýria, Jemen og Kjad og einstakar persónar úr Venesuela, og skuldi eftir ætlan koma í gildi á midnátt í nátt. Staturin Hawaii hevur fyrr mótmælt forboðnum og sigur, at eisini endurskoðaða útgávan av innferðarforboðnum hjá Trump hevur til endamáls at reka muslimar úr USA. Hawaii hevur, saman við fleiri øðrum statum, megnað at forða teimum báðum undanfarnu útgávunum av innferðaforboðnum í at vera sett í verk. Watson, dómari, sigur, at innferðaforboðið ger heilt greitt mannamun grundað á nationalitet. Hetta er triðja innferðaforboðið, sum Trump roynir at seta í verk. Watson sigur, at nýggja forboðið hevur somu lýti sum undanfarnu, tí tað er ikki ávíst, hvussu 150 miljónir persónar úr hesum átta londunum, sum eru fevnd av forboðnum, kunnu vera hóttan móti amerikonskum áhugamálum. Seinasta forðboð skuldi setast í verk í marsmánaði, og fevndi um persónar úr seks londum, Tjad, Libia, sýria, Iran, Jemen og Somalia. Nýggja forboðið fevnir eisini um persónar úr Venesuela og NorðurKorea. Vit skifta orð við Kinnu Poulsen, sum leygardagin lat úr hondum bókina Úr myrkrinum, ið er bók um Tórodd Poulsen. Bókin varð løgd fram í Steinprenti, samstundis sum framsýningin Tóroddur og Co lat upp. Og á framsýningini hitta vit Rigmor Dam, Jógvan Arge, Arnbjørn Dalsgard, Vónbjørt Vang, Jóanis Nielsen, Solveig Hanusardóttir, og Knút Háberg Eysturstein. Peter Laugesen er danskur yrkjari, tónleikari, listarmaður og dramatikari. Og í seinra tímanum fer Laugesen at tosa um Tórodd. Síðani Tóroddur Poulsen í 1984 lat úr hondum fyrsta yrkingasavnið, eru nógvar útgávur komnar henni á baki. Og saman við Bergi Djurhuus Hansen, bókmentafrøðingi, útleggja vit tekstin. Og henda hátíðarsending við og um Tórodd Poulsen, verður lokað við einari samrøðu við listarmannin sjálvan. Páparnir fáa bara fýra vikur í sín part, meðan mammurnar eiga 14. Tær 26 vikurnar, sum tey eiga í felag, fara mammurnar oftast avstað við. Tí má løgtingið geva pápunum tær vikurnar, sum nú koma aftrat í barnsburðarfarloyvi, sigur formaðurin í Javnstøðunevndini, Ólavur Ellefsen. Bill Justinussen, løgtingsmaður, er samdur í, at páparnir eiga at fáa meira farloyvi, men hetta má ikki ganga út yvir rættindini hjá mammuni. Ætlanin er at seta sjey milliónir krónur av um árið til eitt borilið undir Landsverki, sum skal gera tunlar til tær smáu bygdirnar í Føroyum næstu árini. Eitt sera vánaligt hugskot, sum bæði er dýrt og ineffektivt. Hetta er at halda bygdirnar fyri gjøldur, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag. Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, og Henrik Old, landsstýrismaður, hittast við grøna borðið í Studio 5 at kjakast um, hvør dugir best at gera tunlar. Fíggjarnevndin hjá løgtinginum fer í morgun at viðgera umbønina frá landsstýrinum um átta milliónir afturat í ár til Landssjúkrahúsið, so vanliga ætlaða virksemið har kann halda fram. Ein av fremstu uppgávunum hjá nýggja forstjóranum í sjúkrahúsverkinum verður at skipa felags bíðilista fyri øll trý sjúkrahúsini og eina felags visitasjón. Tað segði Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, í tinginum í gjár, tá uppskotið um at játta Landssjúkrahúsinum átta mlliónir krónur aftrat varð til fyrstu viðgerð. 25 prosent av øllum fiskatilfeinginum skal seljast á uppboðssølu næsta ár. Talan er um stórar nøgdir, bæði av svartkjafti, sild og makreli, umframt toski og øðrum fiskasløgum. Tað fekk Edmund Joensen, løgtingsmann at seta Høgna Hoydal, landsstýrismanni, munnligan fyrispurning um, hvørjar reglur vera galdandi fyri fiskin sum skal seljast. Edmund Joensen spurdi Fíggjarnevndin hjá løgtinginum fer í morgun at viðgera umbønina frá landsstýrinum um átta milliónir afturat í ár til Landssjúkrahúsið, so vanliga ætlaða virksemið har kann halda fram. Hóast Hendrik Old, landsstýrismaður mælti til at seta 40 milliónir krónur av til innkomuvegin til høvuðstaðin í 2018, so standa bert 2,5 milliónir krónur í uppskotinum til fíggjarlóg. Millum nógvu skjølini, sum Vinnunevndin hevur um fiskivinnunýskipanina, er eitt upprit, sum íslendski sakførarin, Gísli Baldur Garðarsson, gjørdi fyri stóra reiðaríið Samherja, sum eigur í føroyska felagnum Framherja. Hann hevur kannað, hvussu støðan verður hjá íslendskum og øðrum útlendskum íleggjarum í føroyska fiskiflotanum, um uppskotið um fiskivinnunýskipan í Føroyum verður samtykt. Niðurstøðan hjá íslendska sakføraranum er millum annað, at íslendski staturin kann krevja endurgjald fyri brot á Hoyvíkssáttmálan. Men meira sannlíkt er, at íslendskir íleggjarar fáa fult endurgjald fyri ognartøkuna, tí hon er ikki neyðug fyri almenningin í Føroyum, og tí er hon ólóglig. Útlendska ognin í føroyska fiskiflotanum og vinningsbýtið, hon gevur, eru ikki so stór, at tey ávirka almenningin í Føroyum. Fyri at fremja eina ognartøku, krevst, at ognartøkan er til frama fyri almenningin, sigur íslendski sakførarin. Verða íslendingar og aðrir útlendingar noyddir at selja íløgur sínar í føroyska fiskiflotanum, fáa teir ikki fullan prís fyri tær, tí nóg sterkir keyparar eru ikki í Føroyum. Gísli Baldur Garðarsson sigur, at kanska vil landsstýrið eisini við hesum siga upp Hoyvíkssáttmálan. Landsstýrið hevur tó ikki boðað frá tí. Serfrøðinganevndin hjá ST heitir á landsmyndugleikarnar um at tryggja, at lóggáva og fyriskipanir eru í tráð við meginreglurnar og ásetingarnar í barnarættindasáttmálanum. Føroyskir myndugleikar eiga at hava ítøkiligar tíðarásetingar og mál fyri, hvussu barnarættindasáttmálin hjá ST, sum hevur verið í gildi í Føroyum síðani 1993, kemur í føroyska lóggávu. Hon fegnast eisini um, at børn kunnu ringja og biðja um ráð. Men tey eiga at kunna gera tað alt samdøgrið, sigur serfrøðinganevndin viðvíkjandi barnarættindasáttmálanum hjá ST. Mads Winther var rektari á studentaskúlanum í Hoydølum í 13 ár. Fyri 10 árum síðani legði hann frá sær og hevur síðani verið pensjónistur við nakað av undirvísing. Hann og konan hava ferðast um meginpartin av heiminum, og hann hevur sungið dúgliga við Tórshavnar manskóri. Pápi Mads var handilsmaðurin Kartni Winther, sum vaks upp á Sandi. Mamman var sjúkrasystirin Dagmar f. Johannesen úr Funningi. Tey hittust í Danmark undir krígnum. Mads vaks upp í Tungugøtu. Hann gekk í kommunuskúla, realskúla og studentaskúla og var ein tann fyrsti føroyski AFSarin. Mads Winther var AFSari í USA í 1963 64, har hann búði hjá einum amerikanskum húski og gekk í skúla í statinum New York. Hetta árið fekk stóran týdning fyri hann og hansara lívsleið. Mads upplivdi mangt og hvat, sum ikki kom hendanvegin fyrrenn nógv ár seinni. Í 1967 var Mads á rundferð í USA og kom víða um. Eftir studentspróvtøku í 1965 fór hann til Danmarkar at lesa verkfrøði. Fyrstu tíðina gekk hann frá einum skyldfólki til annað at fáa sær døgurða í vikuskiftunum. Tað lá væl fyri, tí skyldfólkini vóru so nógv bæði pápasystkin og mammusystkin. Sum byggiverkfrøðingur arbeiddi Mads Winther fyrst í Grønlandi og og síðani á Landsbyggifelagnum. Í 1976 fór hann at undirvísa á studentaskúlanum í Hoydølum. Tað var eitt strævið umskifti. Í 1993 tók Mads við sum rektari í Hoydølum. Hetta var heilt øðrvísi enn at vera lærari. Hølini vóru ikki nøktandi og arbeitt varð við fleiri loysnum at fáa nýggjan skúla, men illa gekst at koma á mál. Gott 60 ára gamal segði Mads upp. Síðani hevur hann røkt ymisk ítriv. Dansað tango í Dansifrøi og Suðuramerika og sungið í Manskórinum heima sum uttanlands. Gellu MAsurkarn hevur seinastu vikurnar lagt filmsbrot út á síðuna Lívið og Vit, og hon hevur fingið nógvar fylgjarar. Hon hevur millum annað lagt filmsbrot út um marathon rennarar, svingarabollar, vetrarkropp og mangt annað. Eyðbritt Tjaldrastein er gellu MAsurkan. Hoyr hana greiða frá, hvussu hon fann uppá gellu MAsurkuna, og hvat hon annars heldur um lívið. Uppritið frá fyrisitingini í løgtinginum um uppskotið frá Akseli V. Johannesen, løgmanni, liggur nú sum skjal saman uppskotinum, sum sambært dagsskránni skal fáa fyrstu viðgerð í tinginum 24. oktober. Ikki gjøgnumarbeitt og tí heldur ikki búgvið hjá løgtinginum at taka støðu til. Tað er harði dómurin, sum løgfrøðingarnir hjá løgtinginum fella um stjórnarskipanina hjá løgmanni. Tað er ikki í lagi, at ein stjórnarskipan, sum skal verða grundarlagið undir einum rættarsamfelagi og eitt amboð hjá løgtinginum, ikki hevur grundgevingar, sum nágreina ella í minsta lagi hugleiða um ymsu greinarnar í uppskotinum. Nógvar kvinnur hava skrivað metoo , eisini eg, um at verða úti fyri kynsligum ágangi. Hetta byrjaði við, at nakrar kendar sjónleikarinnur greiddu frá, at tær vóru úti fyri kynsligum ágangi, tá tær arbeiddu fyri framleiðaran Harvey Weinstein. Síðani hava nógvar kvinnur, bæði kendar og ikki, skrivað metoo á sosialu miðlarnar. Nú snýr tað seg ikki bert um kynsligan ágang á arbeiðsplássinum, men kynsligan ágang sum heild. Til kappingina koma íðkarar úr Danmark, Íslandi, Finlandi, Norra, Wales, Skotlandi, Írlandi, Svøríki og Føroyum. Tilsamans er talan um omanfyri 80 fimleikarar. Føroyar standa seg væl í amboðsfimleiki, og tað er væl møguligt, at okkurt heiðursmerki kemur í hús hjá føroysku fimleikarunum sunnudagin, sigur Erla Mikkelsen, ein av samskiparunum. Tað ber ikki til fullkomiliga at basa rottuni í Føroyum, men øll kunnu gera sítt til fyri at hon ikki trívist í einum grannalagi, sigur Sigurð Hansen, sum er aktingarmaður í Tórshavnar kommunu. Tær gnaga sær gjøgnum næstan alt, og koma tær inn undir vaski í køkinum, kunnu tær skjótt gnaga hol á vatnslanguna til upvaskimaskinnuna, og so kann stórur vatnskaði standast av hesum, sigur Sigurð Hansen. 6. oktober vóru 25 ár síðani, at búskaparkreppan av álvara tók seg upp, tá fyrst Sjóvinnubankin og síðani Føroya Banki fóru av knóranum. Sum fráleið fór meginparturin av føroyska vinnulívinum á húsagang, og danska stjórnin setti føroyska heimastýrið lutvíst undir umsiting. Í trimum sendingum og einum orðaskifti lýsti útvarpið djúpu búskaparkreppuna 10 ár eftir skakandi tilburðirnar fyrst í 1990 árunum. Helgi Jacobsen gjørdi sendirøðina. Vilt tú sleppa undan at klippa, reinsa oyru, klippa negl, og í heila tikið at fríðka um títt kelidýr, so kanst tú gjalda teg frá tí. Fríða Matras Brekku er ein teirra, sum dagliga klippir og vaskar kelidýr. Flestu dýrini, sum vitja Fríðu eru hundar og kettur, men eisini marsvín koma á vitjan, fyri at fáa sínar negl kliptar. 6. oktober vóru 25 ár síðani, at búskaparkreppan av álvara tók seg upp, tá fyrst Sjóvinnubankin og síðani Føroya Banki fóru av knóranum. Sum fráleið fór meginparturin av føroyska vinnulívinum á húsagang, og danska stjórnin setti føroyska heimastýrið lutvíst undir umsiting. Í trimum sendingum og einum orðaskifti lýsti útvarpið djúpu búskaparkreppuna 10 ár eftir skakandi tilburðirnar fyrst í 1990 árunum. Vit hava vitjað Djóralæknatænastuna, og spurdu vit Kristinu Dahl Joensen, djóralækna, um dýrini í dag eru eins stórur partur av familjuni, sum børnini eru. Godfrey Baldacchino, professari í sosiologi, heldur, at Føroyar skulu samanbera seg meira við onnur oyggjasamfeløg, sum eru í somu støðu, heldur enn at samanbera okkum við Norðurlond, sum vit oftast gera. Godfrey Baldacchino starvast á universitetinum á Malta og á Prince Edward Island í Kanada, og hann hevur verið gestaundirvísari nógva staðni í heiminum. Tá hann var gestaundirvísari á Setrinum, helt hann ein almennan fyrilestur um fullveldi og Føroyar, og í tí sambandi hava vit gjørt eina samrøðu við hann um Føroyar og oyggjasamfeløg, tí oyggjasamfeløg eru eitt av serøkjunum hjá Godfrey Baldacchino. Løgtingsumsitingin mælir til at burturvísa uppskotinum um stjórnarskipan. Løgfrøðingar hjá løgtinginum siga, at uppskotið ber brá av, at tað ikki er gjøgnumarbeitt, og at tað ikki er í samsvar við tingskipanina. Man kann siga, hetta er býtt upp í tríggjar lutir, um man so má siga. Tað er arbeiðið hjá umsitingini, og so er tað arbeiðið hjá formansskapinum, og so er tað støðutakanin hjá løgtinginum. Niðurstøðan hjá formansskapinum er, at formansskapurin tekur undir við uppritinum frá umsitingini í tinginum, og mælir tinginum at taka støðu í málinum. Uppskotið um stjórnarskipan er brot á tingsskipanina, og sambært tingskipanini skal løgtingsformaðurin mæla til at burturvísa uppskotið eftir at hava fingið samtykkið frá formansskapinum. Vit taka støði í uppritinum frá umsitingini, men vit meta, at tað er rætt, at tað er tingið sjálvt, sum sleppur at gera av, um tað skal vera eitt nei ella eitt ja. Soleiðis sigur Páll á Reynatúgvu, ið kallar orðingina meira neutrala enn umsitingin mælir til. Løgtingið samtykti í dag at hækka játtanina til kommunulæknaøkið, so tað nú ber til at økja talið á kommunulæknastørvum við tveimum nýggjum størvum. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, sigur í viðmerking, at hon fer beinanvegin at heita á Heilsutrygd um at lýsa størvini leys, so tey kunnu verða sett skjótast gjørligt, skrivar Heilsu og innlendismálaráðið. Landsstýriskvinnan og borgarstjórarnir í Runavíkar , Nes og Sjóvar kommunum eru samd um, at ein av teimum nú tilsamans fýra kommunulæknunum í Skálafjarðar læknadømi skal halda til í viðtaluhølunum á Strondum. Økta talið á kommunulæknum fer eftir ætlan at hava við sær, at heilsutænastan til borgararnar í hesum økjum verður betri, enn hon er í dag. Eisini hitta vit Una Næs, dómpróst, og vit frætta um nýggja jólakalendaran Snófall. Vit skifta orð við Jákup Veyhe, Hans Tórgarð, Ranja Eir Gudmarsdóttir, og Páll Danielsen Tú sást tað eitt nú á valinum í Týsklandi og nú aftur í Eysturríki. Og í Eygleiðingini skifta vit orð um høgrasnaringina í Europa. Panelið verður mannað av Regini Berg, samfelagsfrøðingi, og Una Arge, journalisti. Tú kanst hoyra sendingina her Forkvinnan í tingbólkinum hjá Tjóðveldinum ætlar at taka málið upp í samgonguni, men heldur fast um, at fólkaatkvøða skal vera um stjórnarskipanina. Við slagorðunum tað kundi verið eg stuðla føroyskir læknar einum donskum starvsfelaga, sum er dømdur 5000 krónur í sekt fyri ósketni, eftir at ein sjúklingur doyði vegna ov lágt blóðsukur. Rektarin á Glasi, Bogi Bech Jensen, hevur ikki gjørt nakað skeivt juridiskt, og tí ger Mentamálaráðið ikki meir við kæruna sum sjey lærarar í Hoydølum sendu Mentamálaráðnum í summar. Nú hava vit fingið nakað av input frá hesi kæruni, sum man má taka í størsta álvara. Tá ið fólk velja at kæra heilt til landsstýriskvinnuna, so er tað nakað, sum er álvarsamt og nakað, sum man má lurta eftir. Sjálvt um eg ikki havi gjørt nakað juridiskt skeivt, so er hetta sjálvandi indikatiónir uppá, at her er nógv, sum kann betrast. Soleiðis sigur Bogi Bech Jensen. Mentamálaráðið vísir á, at øll 11 klagupunktini á onkran hátt nerta við samskiftið, og rektarin eigur tí at gera sær stóran ómak at samskifta væl, virðiliga og opið við starvsfólk á øllum trimum deildunum á Glasi, og tað ætlar Bogi Bech Jensen at betra um. Mentamálaráðið sigur seg skilja á klaguni, at tilgongdin at leggja tríggjar fyrrverandi skúlar saman til Glasir, er ørkymlandi fyri summi av starvsfólkunum, og at talan er um eina trupla samanlegging. Mentamálaráðið slær kortini fast, at avgerðin um at skipa skúlarnar í ein felags skúla er politisk, og at rektarin hevur fingið ábyrgdina av at standa á odda fyri at gera ein nýggjan bygnað. Nógv av tí sum klagað verður um, liggur innanfyri galdandi leiðslurætt, sum heimilar leiðaranum at leiða og býta arbeiðið og uppgávurnar millum starvsfólkini, og samstundis at hava eftirlit við starvsfólkunum. Tað eru bara lærarar úr Hoydølum sum kærdu rektaran, ikki lærararnir á Tekniska Skúla ella á Handilsskúlanum. Hví so er, veit Bogi Bech Jensen ikki. Mentamálaráðið sigur, at rektarin hevur eina stóra avbjóðing at samansjóða skúlarnar, men fer at fylgja væl við tilgongdini, og eggjar øllum pørtum til at samstarva. Hevði landsstýrið ikki lagt seg út í ætlanina hjá Fiskaaling at selja lívfiskastøðina í Skopun, hevði almenna partafelagið ikki havt brúk fyri pengum úr landskassanum nú. Tað sigur meirilutin í Vinnunevndini, sum er andstøðan, um uppskotið hjá Poul Michelsen um at seta nýggjan partapening, 9,5 milliónir krónur , í Fiskaaling. Tá fær Fiskaaling pengar. Fiskaaling hevur tí ikki brúk fyri størri partapeningi til yvirkurs nú, men einum láni, sigur andstøðan. Tá fiskivinnunýskipanin kemur í gildi, sleppa uppsjóvarskipini undan at rinda tvær krónur í avgjaldi, tá tey avreiða uttanlands. Tey fáa loyvi at selja 25 prosent av fiskinum uttanlands, meðan 75 prosent skulu avreiðast í Føroyum. Tað avdúkaði Høgni Hoydal, landsstýrismaður í løgtinginum, tá hann svaraði fyrispurningi frá Edmundi Joensen, løgtingsmanni Poul Michelsen, landsstýrismaður, ætlar at byggja Sjóvinnustýrinum nýggjan bygning fyri 13,7 milliónir krónur í Vágum, tí hóskandi høli fáast ikki at leiga har. Fyribilshølið var upprunaliga ikki ætlað til skrivstovur. Tað rúmar harafturat ikki nóg væl virkseminum hjá Sjóvinnustýrinum, sigur Vinnumálaráðið. Poul Michlelsen sigur, at fæst ikki høli til Sjóvinnustýrið í Vágum, er hann sinnaður at flyta tað úr Vágum til nýggi bygningurin er liðugur um tvey ár. Arbeiðseftirlitið hóttir annars við at melda Sjóvinnustýrið til fútan fyri brot á arbeiðsumhvørvislógina, tí arbeiðsumstøðurnar hjá starvsfólkunum eru so vánaligar. Í álitinum um rúsdrekka og rúsevnapolitikk Føroya frá 2015 eru 28 uppskot um átøk árini 2015 til 2020, sum skulu avmarka nýtsluna og stegða misnýtsluni. Rasmus Joensen greiðir millum annað frá stóra tiltakinum Barnlek í Klaksvík í summar og frá stóra dansitiltakinum í Norðurlandahúsinum leygardagin. Hon dugir kortini ikki at siga, um tað er leiðslan á Landssjúkrahúsinum ella landsstýriskvinnan í heilsumálum, sum skal ábyrgdast fyri tað. Vit kunnu altíð kjakast um, hvør hevur ábyrgdina, og hvør átti at fylgt upp. Tað havi eg ikki so sterkar meiningar um. Men vit áleggja landsstýriskvinnuni at tryggja, at tað verður betri í framtíðini, sigur hon. Seyðurin er heilt góður í ár. Tað hevur verið gott veður og nógvur gróður, so seyðurin hevur fingið nokk at eta, sigur Pól Sigmund Mikkelsen. Vit hava einaferð havt eina miðalvekt up á 37, men eg veit ikki, um tað verður aftur. Ein miðalvekt upp á eini 35, tað burdu vit klára, heldur Pól Sigmund Mikkelsen fyri. Ein slíkur hjálpur fólki, sum er ósamd. Tey vita, hvat ósemjan snýr seg um, men konfliktmeklarin hjálpir teimum gjøgnum ósemjuna, so tey finna eina loysn saman, sum er góð fyri allar partar. Ruth hevur skrivað bókina Barnets bedste . Og hvat er ein salomonskur dómur Við jøvnum millumbili skulu almennu Føroyar til eitt slag av próvtøku, har ST, sum varar av barnarættindasáttmálanum, ger niðurstøðu um, hvussu væl ella illa vit klára at halda sáttmálan við barnarættindum. Tað almenna sendir fyrst eina frágreiðing til ST um, hvussu myndugleikarnir síggja støðuna, men eisini felagsskapir uttan fyri myndugleikarnar, kunnu senda sínar frágreiðingar inn. Í skuggafrágreiðingini skrivaði Barnabati, at familjuískoytið til tey, sum hava serliga stóra fíggjarliga trongstøðu, hevur mong brek, um tað almenna í Føroyum ætlar sær at basa fátækadømi hjá børnum. Aðalskrivarin í Barnabata, Djóni Eidesgaard, harmast um støðuna, men hon kemur ikki óvart á hann, tí Barnabati fær enn nógvar umsóknir í samband við jólahjálp, føðingardagshjálp og hjálp til frítíðarítriv. Hann sigur, at hóast familjur fáa familjuískoytið, sum var ætlað til at basa fátækadømið í barnafamiljum, so liggja hesar somu familjur kortini langt undir fátækamarkinum. Tað vil siga, at familjuískoytið ikki so frægt sum røkkur so langt, at hesar familjur ikki eisini hava tørv á jólahjálp. Djóni Eidesgaard eftirlýsir eisini, at tað almenna syrgir fyri, at tey átøk, sum verða sett í verk, eisini kunnu brúkast og at til ber at eftirmeta nakað so grundleggjandi sum at kanna, um tey virka. At vera í fátækaváða merkir at hava eina so lága inntøku, at hon er minni enn 60 av mið javnvirðisinntøkuni medianini fyri allar borgarar í landinum. Hevur tú verið í fátækaváða trý fylgjandi ár á rað, so ert tú fátæk, tað siga summar almennar definitiónir. Barnabati møtir mongum familjum, sum ikki hava ráð at halda barnaføðingardagar ella fara í føðingardag. Eisini eru familjur, har børnini ikki kunnu ganga til frítíðarítriv so sum ítrótt, tí foreldrini ikki hava ráð. Børn sum ikki hava ráð til at luttaka í sosialum aktivitetum eins og hini børnini vera marginaliserað í samfelagnum. Hetta kann føra til aðrar trupulleikar hjá børnum í fátækaváða, sigur Djóni Eidesgaard, og fortelir at fátækaváði er meira enn bara pengar. Reformatiónsárið nærkast hæddunum og 31. oktober, sum er sjálvur dagurin, tá Luther, fyri 500 árum síðan, festi tær 95 tesurnar, ella avlátssetnigarnar, á kirkjuhurðina í Wittenberg. Konsert verður týsdagin 24. oktober klokkan 20.00. Ein einføld, men hugvekjandi heildaruppliving við íblástri úr kirkjuligari liturgi í eini samanrenning av ljósi, ljóði og upplestri tulka ymiskir sangarar og tónleikarar frítt sálmar úr sálmabókini. Annika Hoydal, Teitur Lassen, Jón Aldará, Niels Midjord, Sissal Grækarisdóttir Magnussen og Greta Svabo Bech tulka sálmar. Í morgun var sangarin Sissal Grækarisdóttir Magnussen í studio fimm. Umframt Sissal, vóru Uni Næss, dómpróstur og Ólavur í Geil, samskipari í útvarpsstovuni. Eystari landsrættur hevur sett av fimm dagar til at viðgera sakarmálið móti kommunulæknanum, sum fyrr í ár í Føroya rætti varð dømdur fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á níggju kvinnur í sambandi við læknakanningar. Og tí mælir hon staðiliga frá at broyta ferðagjaldið, sum landsstýrið mælir til, tí almenna partafelagið Visit Faroe Islands hevur brúk fyri pengum. Fleiri hava sagt frá, at útvarpsstroymurin slóknar tá telefonin sløkkir skermin. Hetta hevur ikki nakað við KvF at gera allir stroymir steðga, óansæð hvør veitarin er. Trupulleikin sýnist at vera Power Save stillingin í Android 9. Far inn á Settings gt Device Care Maintenance gt Battery og stilla til High Performance mode kann eisini vera Power save Off , so skuldi rigga aftur. KvF stroymir alt tilfar, ið verður sent, men ikki alt tilfar kann síggjast allastaðni í verðini. Í ávísum førum hevur KvF bert loyvi at senda innanlands, til dømis fótbóltslandsdystir og útlendskt tilfar. Tá tilfar ikki er loyvt at vísa uttanlands, ger stroyming skipanin av hvar hyggjarin er staddur. Til hetta verður GeoIP brúkt. Hetta merkir, at skipanin hyggur eftir hvør IP adressan á tínum tóli er, fyri at gera av um tú ert í Føroyum ella ikki. Hesin hátturin at finna út av hvar brúkarin er staddur, er mest nýtti háttur til at avmarka stroyming til ávíst land ella øki. Hví síggi eg ikki sjónvarpið eg eri uttanlands, ella brúki VPN Um tú ikki sært sjónvarpið á netinum, er tað tí at tilfarið á skíggjanum beint nú ikki kann vísast uttanlands. Sum nevnt omanfyri, er tað IP adressan á tólinum hjá tær, ið avger, um tú sleppur at hyggja ella ikki. GeoIP mekanisman hyggur eftir hvørjum landi IP adressan er skrásett í. Samsvar er ikki altíð millum hesa skráseting og hvar tú ert stødd til dømis hava summir internet veitarar í Føroyum danskar IP adressur tá riggar ikki. Somuleiðis er onkur veitari í Føroyum til 4G fartelefonnet, ið brúkar íslendskar adressur. Fartelefonir, ella teldlar, ið hava GSM kort ísett, sleppa onkuntíð framat sjónvarpinum, onkuntíð ikki. Hetta kann hava samband við hvat fyri net tú hevur samband við Um tú ert á 4G netinum, hevur títt tól eina aðra adressu, enn um tú hevur samband gjøgnum Wi Fi. Hetta kann gerast rættiliga fløkjasligt viðhvørt Um tú ert uttanlands, hevur tín fartelefon eina føroyska addressu, um tú hevur 4G tendrað , men ikki um tú brúkar Wi Fi sambandið á hotellinum Á sama hátt kunnu útlendingar, ið eru staddir í Føroyum, bert síggja sjónvarpið um teir eru á Wi Fi, men ikki um teir eru á 4G. ChromeCast virkar ikki, ella bara viðhvørt Tóleindin snildfon telda tablet og so víðari má verða á sama neti sum ChromeCast er. Kanna til dømis um telefonin er á sama WiFi neti sum ChromeCast er. Google Chrome krevur nú, at heimasíðan, ið ChromeCastað verður frá, er innlisin. Trýst á leinkjuna. Sendingar á heimasíðuni Felags fyri alt digitalt tilfar á heimasíðuni er, at tær eru tøkar í fleiri kvalitetum. Vanliga er tað so, at títt tól og servararnir á KvF sjálvi finna útav hvat títt internetsamband orkar at flyta, og velja kvalitetin hareftir. Sum oftast ber tað eisini til at taka sendingar niður í tí kvaliteti tú ynskir, umframt at nógvar sendingar eisini eru tøkar sum podcast. Sjónvarp Flestu føroysku sendingarnar verða lagdar á heimasíðuna. Tað er eitt sindur ymiskt nær sendingarnar verða lagdar út. Í høvuðsheitum er hetta galdandi Beinleiðis sendingar verða lagdar út ein til tveir tímar aftaná tær eru sendar. Hetta er orsaka av, at tað kann taka langa tíð at gera tilfar klárt til heimasíðuna. Aðrar sendingar eru vanliga tøkar samstundis sum sendingin er á vanligu skránni onkuntíð fyrr. Útvarp Ikki allar sendingar eru tøkar á heimasíðuni. Tilfar, ið ikki verður lagt út, er sovorði sum náttarrásin, og summar aðrar tónleikasendingar. Summar beinleiðis sendingar verða heldur ikki lagdar út í heilum líki, til dømis GMF har verða einstøku søgurnar lagdar á heimasíðuna so hvørt. Útvarpstíðindi eru vanliga tøk nakar minuttir eftir at tíðindini eru liðug. Aðrar sendingar eru vanliga tøkar innanfyri ein tíma eftir tær eru sendar. Hví er ikki alt tilfar tøkt sum podcast Hvør einstøk sendingaseria skal ígjøgnum eina góðkenning frá Apple, áðrenn tað ber til at gera tilfarið tøkt til podcast. Í samband við tá KvF ger broytingar í sendiflatuni, til dømis tá skift verður millum summar og vetrarskrá, skal støða takast til einstøku sendingarnar, um tær skulu á podcast ella ikki, og hetta kann taka nakað av tíð. Umframt hetta, krevst eisini, at tey, ið eiga rættindi til sendingina, geva loyvi til at leggja tað út sum podcast. Hví kann ikki alt tilfar takast niður Tað var ein feilur í útrokningunum hjá ICES av sildastovninum, sum fekk felagskapin at biðja strandarlondini um at steðga við samráðingunum í London, sum tí endaðu í gjár. Hóast semja tykist vera um svartkjaftin, so er semjan ikki undirskrivað, og tí verður einki almannakunngjørt fyrr enn samráðingarnar eru lidnar. Niðurstøðan sum er 20 síður, viðgerð klagurnar løgfrøðiliga, og eftir metingunum út frá tí, so hevur rektarin ikki gjørt nakað juridiskt skeivt, og tí kann Mentamálaráðið einki gera í málinum. Hetta sigur Búgvi Apol, tekniskur leiðari í Akstovuni, í sambandi við spurningin um, hvørt stórir og dýrir bilar eru tryggari enn minni og bíligir bilar. Hoyr innslagið, sum varð sent í vikuskiftissendingini Umsitingin í Tórshavnar kommunu noktar at rinda eina stóra rokning frá Miðlahúsinum fyri lýsingartilfar, sum Heðin Mortensen bað um, tá hann var borgarstjóri. Sambært umsitingini er talan um persónligt lýsingartilfar, sum Heðin Mortensen sjálvur má rinda og ikki skattgjaldarin í Tórshavnar kommunu. Skuldin í Páls Høll eigur at verða tikin við í kommunalu skuldina hjá Vágs kommunu, tí tað er Vágs kommuna, ið tryggjar, at lánini verða afturgoldin, staðfestir Fíggjarmálaráðið í niðurstøðu sínari um leiklutin hjá kommununi í Páls Høll. Hóast fólkapensjónin er minkað, hevur hon framvegis týdning og eigur at verða varðveitt eisini tí at pensjónistarnir longu hava goldið hana um skattin, og tí at hon er partur av danska blokkstuðlinum til Føroya. Spanski kongurin, Felipe 6., hevur enn einaferð lagt uppí politisku støðuna millum Katalonia og ríkisstjórnina í Madrid aftaná fólkaatkvøðuna um loysing frá Spania. Í røðu á einum hátíðarhaldi segði Felipe kongur, at katalanska stjórnin ger seg inn á sponsku ríkiseindina, og at landið fer at loysa trupulleikan ígjøgnum sínar demokratisku stovnar. Í Barcelona hevur leiðslan fyri sjálvstýrismyndugleikarnar verið um at lýsa Katalonia sjálvstøðugt, og í Madrid verður fyrireikað at seta landspartastjórnina frá valdinum og at stjórna Katalonia beinleiðis úr spanska høvuðastaðnum. Sosialistaflokkurin í katalanska tinginum, sum situr í andstøðu, og er ímóti loysingini, sigur, at umframt at taka valdið frá landspartastjórnini í Barcelona, ætlar spanska ríkisstjórnin at val skal haldast í Katalonia í januar mánað. Spanski forsætisráðharrin, Mariano Rajoy, fer væntandi í dag at boða frá, at grundlógarásetingin við heimildini at stýra Katalonia beinleiðis úr Madrid, verður sett í verk. Verður tað endin kann seinasta gerðin hjá katalansku sjálvstýrismyndugleikunum fara at vera at lýsa Katalonia sum sjálvstøðuga tjóð. Verður uppskotið um at lata avsláttur á streymi til hitapumpur og el bilar samtykt, verður øll kapping á el marknaðinum útihýst, og uppskotið er ein beinleiðis forðing fyri, at samgongan kann røkka gylta málinum um, at helvtin av húsarhaldunum skal hava lagt um til grøna upphiting í 2025 og øll í 2030. Lógarboytingin fer at gera beint tað øvuta, tí avslátturin hjá SEV til hitapumpur fer at stavnsbinda brúkaran til SEV, og útlokar allari kapping. Magn sigur eisini, at uppskotið hevur sosiala slagsíðu, tí tað gevur avsláttur til dýrar orkuloysnir, hitapumur og el bilar, sum húsarhald við miðal og láginntøkum ikki hava ráð at raðfesta fremst. Magn mælir í staðin landsstýriskvinnuni í heilsu og innlendismálum til at fara undir at skilja netvirksemið og el framleiðsluna hjá SEV sundur í sjálvstøðug feløg, at gera tað møguligt hjá øllum el framleiðarum at selja streymin beinleiðis til kundan gjøgnum el netið hjá SEV aftur fyri netgjald, Nógv hava fingið fundarboð í vinnunevndini at siga sína hugsan um uppskotið hja Høgna Hoydal, landsstýrismanni, um nýggja fiskivinnuskipan. Í gjár hevði nevndin fund við felagið Trolbátar, Lemmatrolarar, Rækjuskip, Nótaskip, Garnaskip, Thor, Meinhard Jacobsen og Árna M. Dam. Mánadagin fara Vestmanna Seafood, PRG, Faroe Origin, Tummas Henriksen, Útlendingastovan, Kappingareftirlitið, Kommunufelagið og landsstýriskvinnan í fíggjarmálum á fund við vinnunevndina um fiskivinnulóggávuna. Fundur verður eisini um málið týsdagin, og tá kemur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum í vinnunevndina saman við Vørn og Havstovuni. Nýggja forkvinnan í vinnunevndini, Bjørt Samuelsen, segði við útvarpið fyrr í vikuni, at innkallingarnar verða lidnar í næstu viku, og 21 innkallingar eru sendar út til fundirnar. Bjørt Samuelsen sigur, at neyðugt er at hoyra allar partar aftur, tí uppskotið, sum nú er í tinginum, er nógv broytt samanborið við fyrra uppskotið. Helgi Abrahamsen í Sambandsflokkinum ótolnast eftir kunngerðini um at týna rottu, og hann spyr nú Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, nær roknast kann við, at kunngerðin um fyribyrging og týning av rottu verður sett í gildi. Nú eru næstan fýra mánaðir gingnir, síðan hoyringarfreistin var úti, men enn frættist einki úr Heilsu og innlendismálaráðnum, sigur Helgi Abrahamsen í viðmerkingunum til fyrispurningin. Brøvini hesa ferð snúðu seg um uttanlandsferðir hjá fólkaskúlunum, nær børn eiga at gjalda fyri at búgva heima hjá foreldrunum, og um at vit sita og hyggja í ein skíggja, heldur enn at tosa saman. Óvanliga nógvir spurningar komu umvegis sms skipanina í dag, og panelið svaraði fleiri av teimum. Ein teirra var um aldursmun í parlagnum. Annar um mann, sum fylgir við á facebook vanganum hjá konuni, ein triði um hundalortar í fínum túni, og ein fjóðri um jólapynt í handlum í oktober mánaði. Tað sigur Mariano Rajoy, forsætisráðharri, eftir at spanska stjórnin í dag hevur gjørt av at seta grein 155 í grundlógini í gildi, sum tekur sjálvstýri frá Katalonia. Formliga hevur Katalonia framvegis sjálvstýri, og tingið er heldur ikki upployst, men tingið kann hvørki tilnevna nýggja stjórn ella forseta fyri valið, sigur spanski forsætisráðharrin. Áðrenn grein 155 kann verða sett í verk, skal ein nevnd í spanska senatinum viðgera umbønina frá stjórnina um at seta hana verk. Tað verður væntandi seinnapartin í næstu viku. Stjórnin hevur síðani fleiri ferðir heitt á sjálvstýrismyndugleikarnar í Barcelona um at vísa aftur, at landsparturin fer at loysa, men Mariano Rajoy, forsætisráðharri, sigur, at tað hevur Katalonia ikki gjørt. Nú frættist, at sjálvstýrisstjórnin í Katalonina fer mánadagin at boða frá, um hon ætlr at lýsa landspartin sum sjálvstøðugt land. Vit vóru á vitjan hjá Báru og Óðini, sum saman við beiggjanum Eira eiga eitt fýrbein, og eisini spurdu vit í Djórahandlinum, hvussu áhugaðir føroyingar eru í øðrvísi kelidýrum. Eisini vóru vit á vitjn hjá Fríðu Matras Brekku, sum nærum dagliga hevur kelidýr á vitjan. Tey verða klipt, fáa oyruni reinsaði, reinsa og klippa negl, og annars bara nærleika og vælveru. Flestu dýrini, sum koma til Fríðu, eru hundar og kettur, men eisini marsvín, og onnur, ið hava tørv á tí, koma til viðgerð. Elin í Stórustovu var eisini á gátt hjá Djóralæknatænastuni. Har hitti hon Kristinu Dahl Joensen, djóralækna. Elin spurdi Kristinu, um dýrini ídag eru ein enn størri partur av húskinum, enn vanligt var, og um eigarar hugsa um kostnaðin, tá ið dýrini hava tørv á viðgerð ella heiluvági. Sjálvt um hundar, kettur og hamstarar eru vanligastu kelidjórini, so eru onnur, ið helst ikki vilja hava pelsdjór. Eisini práta vit við Rannvu Tórgarð, nevndarlim í Djóraverndarfelagnum, um virksemið hjá felagnum, og hvat ein skal hugsa um, áðrenn ein fær sær kelidýr. Heimins kosnu øtast, nú kunngjørt er, at alheims heilsustovnurin hjá ST WHO hevur heiðrað Robert Mugabe, forseta í Zimbabwe við heitinum vælvildarsendimaður. Heitið frá alheims heilsustovninum hevur forsetin fingið fyri tiltøk síni at basa sjúkum, ið ikki smitta. Samstundis rósti nýggi aðalskrivarin í WHO, Tedros Adhanom Ghebreyesus úr Etiopia, Robert Mugabe fyri ídni hansara til frama fyri fólkaheilsu og sjúkulinna. Men tey, ið kenna viðurskiftini í Zimbabwe vita, at øll heilsuskipanin er farin um koll, og at forsetin og ráðharrar hansara sjálvir fara av landinum, tá teimum tørva læknahjálp. Amerikanska Human Rights Watch sigur tað vera skomm, at Robert Mugabe skal hava fingið heitið vælvildarsendimaður, tá mannarættindini í Zimbabwe verða havd í huga. Við Robert Mugabe, forseta, á odda hevur mutur, rotinskapur og búskaparlig vanstýring gjørt enda á heilsuverkinum í Zimbabwe, sigur Kenneth Roth, stjóri í felagsskapinum Human Rights Watch. Sum tey flestu vita, fer Robert Mugabe sjálvur av landinum at søkja sær heilsubót. Í ár hevur hann verið í Singapore tríggjar ferðir, og fremstu ráðharrar og embætismenn hansara fara til Suðurafrika, tá nakað bagir teimum. At heiðra Robert Mugabe sum viðurkenninng fyri tað, hann skal hava gjørt til frama fyri heilsu og heilsutænastur, er fullkomiliga burtur úr vón og viti, sigur stjórin fyri Human Rights Watch. Á sama hátt finst politiska andstøðan í Zimbabwe harðliga at WHO og sigur tað vera eina háðan, at Robert Mugabe skal hava fingið heitið vælvildarsendimaður við teirri støðu, heilsuverk hansara er í. Robert Mugabe sjálvur var á ráðstevnu hjá WHO í Montevideo í Uruguay, tá hann fekk boðini. Har greiddi forsetin frá tí, gjørt verður í Zimbabe fyri fólk við krabba, lungnasjúkum og diabetes. Men rúsevnir eru í Føroyum, og nøgdirnar eru vaksandi, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í frágreiðing síni til Løgtingið um rúsdrekka og rúsevnapolitikk. At nøgdirnar eru vaksnar eitt sindur, er ein meting, Sirið Stenberg hevur gjørt, eftir at hava havt fund við løgregluna, TAKS, landsapotekaran, SSP og formannin í Fólkaheilsuráðnum. Eitt annað, ið ger seg galdandi, er, at ferðafólkini gerast fleiri um flogvøllin og havnirnar, at farmurin til landið økist, og at postpakkar til Føroya frá handli á netinum gerast fleiri. Tað merkir, at hóast TAKS og løgreglan í samstarvi við Apoteksverkið hava sett sjóneykuna á stríðið ímóti innflutningi av rúsevnum, er eftirlitið í roynd og veru viknað, tí talið av fólkum, skipum og pakkum um somu tíð er fleirfaldað. Tað er ein avbjóðing, sum vit eiga at taka í stórum álvara, og tí er neyðugt at styrkja eftirlitið hjá TAKS, sigur Sirið Stenberg. Bólkurin er ikki stórur, men fyri tann einstaka eru støðan alt annað enn góð, og tað sama er hjá familjum teirra, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, í frágreiðing síni til aðalorðaskiftið í Løgtinginum um rúsdrekka og rúsevnapolitikk Føroya. Tað er heldur landsstýrisflokkurin, Siumut, sum fer at reisa spurningin um at broyta vallógina í einum spurnarorðaskifti í landstinginum í november, skrivar Sermitsiak. Siumut heldur, at hesir tilflytararnir fáa ov stóra ávirkan, og flokkurin mælir til, at tú skalt hava havt fastan bústað í Grønlandi í 2 7 ár, áðrenn tú sleppur á val. Tað hevur havt við sær, at summir partar av landinum ikki longur eru umboðaðir í landstinginum, og hetta er við til at til at skerja demokratisku rættindini hjá fólkinum, sigur Siumut. Siumut sigur seg vóna, at orðaskiftið í landstinginum kann enda við, at uppskot um broytingar í vallógini verður lagt fram næsta ár. Bendt B. Kristiansen vísir á, at Grønland sum minniluti í ríkisfelagsskapinum noyðist at berjast fyri sínum áhugamálum. Á sama hátt eigur ein minniluti í grønlendska samfelagnum at verða vardur, sigur hann. Framsøgumonnunum í grønlendskum málum hjá konservativa flokkinum og Eindarlistanum á fólkatingi dámar lítið uppskotið hjá Siumut, um at tey, sum flyta til Grønlands, ikki skulu fáa valrætt beinan vegin. Tað er spell, at eitt slíkt uppskot kemur, tí tað er á markinum at vera ódemokratiskt, sigur Rasmus Jarlov í konservativa flokkinum. Amerikansku flogferðslumyndugleikarnir vilja hava, at alheims forboð verður sett fyri, at teldur og fartelefonir eru í tí viðføri, sum verður innskrivað og fer í lastina á flogførunum. Orsøkin er vandin fyri eldi, tí kanningar hava víst, at lithium ion battaríini, sum verða brúkt í teldum og telefonum, kunnu gerast so heit, at eldur kemur í. Vanligt er, at fólk hava teldu og telefon í hondviðførinum, men forboð eigur at vera sett fyri, at tólini eru í innskrivaða viðførinum fyri á tann hátt at tryggja lastarúmini í flogførunum móti eldi. Vandin er serliga stórur, um annað eldfimt tilfar eisini er í viðførinum. Men í staðin fyri at seta forboð fyri øllum eldfimum, verður einans farið eftir battaríunum fyri at gera reglurnar einfaldari. Sjálvsagt er tað ikki gott heldur at hava teldur og telefonir í hondviðførinum, men tað er lættari hjá manningini at hava eygað við støðuni, um nakað er áfatt millum ferðafólkini, skriva amerikansku flogferðslu myndugleikarnir í einum skjali, ið ikki er almannakunngjørt, men sum tó er komið út. Ynskið um forboð fyri lithium ion battaríum í lastarúmum er lagt fyri ICAO altjóða felagsskapin hjá ST fyri flogferðslu. Har er tað nú til viðgerðar, og har skal tað eisini samtykkjast, um forboðið skal setast í verk. Vandin við lithium ion battaríum gjørdist heilt ítøkiligur, tá fyritøkan Samsung sendi Galaxy Note 7 telefonina á marknaðin í fjør. Eitt brek hevði við sær, at battaríið kundi gerast so heitt, at eldur kom í, og tað hevði við sær, at flogfeløgini settu ferðafólkunum forboð fyri at hava telefonina við umborð Endaliga støðan 1.Víkingur 29 mál 52 stig 2.KÍ 24 mál 52 stig 3.B36 23 mál 48 stig 4.NSÍ 22 mál 46 stig 5.HB 12 mál 39 stig 6.Skála 9 mál 33 stig 7.EB Streymur 15 mál 32 stig 8.TB FCS Royn 14 mál 29 stig 9.07 Vestur 22 mál 28 stig 10.ÍF 50 mál 12 stig Rottufráboðanir verða skrásettar, og síðani skrásetingarskipanin varð tikin í nýtslu í februar, hevur Runavíkar kommu fingið 43 fráboðanir um rottu, stendur á heimasíðuni hjá kommununi. Hann fer at taka uppritið hjá løgtingsumsitingini til eftirtektar og atkvøða nei, tá løgtingsfólk skulu taka støðu týsdagin, um stjórnarskipanaruppskotið skal viðgerast. Tað er eingin ivi um, at umsitingin mælir til at vísa hesum uppskotinum burtur. Løgtingið skal sjálvandi sleppa at taka støðu, men eg ætli mær at atkvøða fyri tí at vísa tað burtur, tí eg haldi, at hetta er púra órealistiskt. Og eg fari at mæla løgtinginum til at gera tað sama, sigur Jógvan á Lakjuni. Løgtingsformaðurin Páll á Reynatúgvu segði hósdagin, at formansskapurin var samdur um, at løgtingið skuldi taka støðu til, um stjórnarskipanaruppskotið skal viðgerast. Vit taka støði í uppritinum frá umsitingini, men vit meta, at tað er rætt, at tað er tingið sjálvt, sum sleppur at gera av, um tað skal vera eitt nei ella tað skal vera eitt ja. Tí er orðingin kanska eitt sindur meira neutral enn tað, sum umsitingin mælir til, segði hann. Sjálvandi kann tað vera eitt sindur trupult, um tú ivast sjálvur, um tú skal vísa tí burtur ella ikki, hvussu tú orðrar teg, sigur Jógvan á Lakjuni og sipar til løgtingsformannin Páll á Reynatúgvu. Tað er sera órealistiskt at billa sær inn, at nevndin fer at finna semju um uppskotið næsta, sigur Jógvan á Lakjuni, sum er tingmaður fyri Fólkaflokkin og partur av formansskapinum hjá løgtinginum. Uppgávan hjá fíggjarnevndini er at taka støðu til eykajáttanir frá landsstýrinum og geva løgtinginum tilmæli í fíggjarmálum, skattamálum og avgjaldsmálum. Fíggjarnevndin hevur havt 26 nevndarfundir í ár. Kristin Michelsen hevur bara verið við til seks av teimum 26 fundunum, sambært gerðabókini hjá løgtinginum. Útvarpið vildi millum annað spyrja Kristin Michelsen, hvussu hann ger sína ávirkan galdandi í fíggjarnevndini, tá hann er so sjáldan á fundi, men hann hevur ikki svarað fyrispurningum frá útvarpinum. Útvarpið vildi spyrja Jógvan Skorheim, um hetta er tekin um, at hann hevur trupult við at røkja bæði størvini sum borgarstjóri í Klaksvík og løgtingsmaður av heilum huga. Jenis av Rana, sum er formaður í Miðflokkinum og kommunulækni í Havn, hevur ikki verið við til sjey av teimum 10 fundunum, sum Trivnaðarnevndin hevur havt í ár. Hann sigur í stuttari viðmerking, at ein orsøk er, at Trivnaðarnevndin hevur havt fund, tá hann hevur verið burturstaddur sum partur av norðurlandaráðnum. Hann kann sjálvur nokta, at Trivnaðarnevndin hevur fund, meðan hann er burturstaddur í politiskum ørindum, men tað hevur hann ikki hildið verið neyðugt. Sjálvt um hansara politisku mótstøðufólk hava ákært Abe fyri óreiðiligan vina og kenningapolitikk, so stendur hann seg væl í veljarakanningunum. Japan og USA hava samstarvað síðan annan heimsbardaga, men undir valstríðnum segði Trump, at Japan skuldi rinda meira fyri teir 45 túsund amerikansku hermenninar, sum eru í Japan. Sjálvt um veljarakanningarnar vísa, at Abe sleppur at halda fram sum forsætisráðharri, so er ivasamt, um flokkurin hjá honum, Liberal demokratarnir, megnar at varðveita sín trivaliga meiriluta í undirhúsinum. Forsætisráðharrin vil, at Japan fær eitt hernaðarvald, sum kann vera við í altjóða álopum, og ikki bara sum nú, at hernaðarvaldið skal verja Japan ímóti ágangi frá útheiminum. Á heimasíðuni hjá WHO skrivar aðalstjórin Tedros Adhanom Ghebreyesus, at hann seinastu dagarnar hevur umhugsað avgerðina og nú er komin til, at hon verður tikin aftur. Heimsins kosnu hava øtast, at ST stovnur hevur tillutað stjórnarleiðara, hvørs embætisrakstur verður settur í samband við brot á mannarættindi og valsvik, slíka heiðursstøðu. Tað hevði eg. Og eg vil fara so langt, at eg umhugsi av álvara at leggja uppskot fram um at fara aftur til sjey valdømi ella eina aðra skipan. Tí skipanin við einum valdømi er ikki betur, sigur hann. Henrik Old, sum nú er landsstýrismaður í samferðslumálum, og Páll á Reynatúgvu, sum nú er tingformaður, atkvøddu eisini ímóti eina valdøminum í 2007. Hann tekur undir við teimum sum halda, at sjálvpromoveringin er størri nú, enn hon var fyrr. Men eina valdømi skal ikki ábyrgdast fyri tað, heldur hann. Sambandsmenninir Kaj Leo Holm Johannesen og Edmund Joensen, sum sjálvur átti uppskotið um eina valdømi, høvdu eisini atkvøtt ja nú. Ingibørg Berg, sum er fyrrverandi kommunustjóri í Havn, og Theresa Turidardóttir Kreutzmann, sum er stjóri í Visit Tórshavn, skulu standa fyri verkætlanini næstu 15 mánaðirnar. Tað ber til at røkka fleiri málbólkum. Eg haldi ikki, at nakað stað í Føroyum er meira søguligt enn Suðuroy. Vit vita, at ferðafólk, sum bera brek, halda Suðuroynna verða vælegnaða til ferðavinnu, og har eru fleiri høg fjøll og dalar til tey, sum eru meira aktiv, vísir hon á. Vit ætlaðu at spyrja borgarstjóran á Tvøroyri, Kristin Michelsen, um hesa verkætlanina og um ætlanin er at fáa allar kommunurnar í Suðuroynni upp í samstarvið, men hann hevur onga viðmerking. Um tað veruliga er so, at rúmd er fyri longdum barsilstíðarskeiði, er tað ein staðfesting av, at inngjaldið til skipanina hevur verið ov høgt, siga arbeiðsgevararnir í hoyringarsvari sínum. Við ætlaðu broytingini vera tær uppaftur longri av arbeiðsmarknaðinum, hvørja ferð tær eiga eitt barn, sigur Føroya arbeiðsgevarafelag. Felagið leggur afturat, at felagið áður hevur víst á, at bæði foreldur eiga at hava rætt til frítt at býta barnsburðarfarloyvið millum sín. Føroya arbeiðsgevarafelag saknar eisini upplýsingar um umsitingarútreiðslurnar hjá Barsilsskipanini og, hvussu framrokningarnar av fíggjarliga rásarúminum í Barsilsgrunninum eru gjørdar. Verkætlanirnar fevna víða. Ein er ein handbók ætlað foreldrum, aðrar eru faldarar, sum lýsa týdningin, sum lesing hevur fyri málmenning barnanna, stuttir filmar á Youtube, og verkætlanir, sum venda sær til starvsfólk í dagstovnum ella børn í teimum yngstu flokkunum. Í summar fingu fýra verkætlanir, sum skulu stimbra málmenningina hjá børnum, stuðul frá Mentamálaráðnum. Tær fingu 385.000 krónur tilsamans. Vágamenn endaðu eisini kappinga væl, teir vunnu tríggjar av teimum síðstu fýra dystunum. Leygardagin hildu teir málveitslu í Fuglafirði. Saman við týsku Luther bíbliuni liggur eisini ein Vulgata, sum eitt slag av bíbliuvegleiðing til almenningin. Hon er skrivað á latíni av Peder Palladius og varð prentað ferð eftir ferð, sum ein bíbliuhondbók til nýggju prestarnar. Peder Palladius, sum livdi 1503 til 1560, var fyrsti bispur í Sjælland Stift, sum eftir trúbótina innsetti okkara fyrsta reformerta bisp, Jens Gregersøn Riber, 1. apríl 1540. Tíverri varð hann so illa plágaður av sjórænarum, at hann mátti rýma úr Kirkjubø eftir stutta tí. Ert tú ein av teimum mongu, sum ætla sær skíðferð í januar ella februar, so er tað nú, tú av álvara skalt byrja at styrkja tær kroppin. Byrjar tú at venja nú, sleppur tú undan alt ov nógvum ansperri og kanst fyribyrgja onkrar typiskar skaðar, sum fólk fáa í sambandi við at standa á skíð. Tað týdningarmiklasta er at venja beinini og lendarnar, tí hesir partarnir av kroppinum eru undir størstum trýsti, tá tú stendur á skíð, sigur Jákup Jacobsen, sum er persónligur venjari og hevur í fleiri ár undirvíst fólki, sum skulu venja áðrenn skíðferðina. Taks vildi ikki geva Betri banka innlit í kanningina hjá Bárði Larsen, advokati, sum kannaði lutin hjá Taks í skattamálinum hjá Eik banka. Betri banki, sum tá var Bankin kæ Betri banki er partur í málinum, sigur bankin, tí skattaviðurskifti hjá Betri ella Eik eru viðgjørd í kanningini hjá Bárði Larsen. Taekwondofelagið, sum Høgni Kunoy Dávason setti á stovn saman við foreldrum sínum, hevur júst verið í Danmark og tikið lut í kappingini Rødovre Cup. Gjaldstovan hevur møguleikan at taka pengarnar, eina millión og 326.000 krónur., frá kommununi, tí Gjaldstovan flytur kommununum kommunuskattin. Durita Tausen, stjóri á Gjaldstovuni, váttar, at Gjaldstovan hevur flutt VEKS samstarvinum tað, sum Vestmanna kommunua ikki vildi rinda í fjør. Men Vestmanna kommuna er ikki nøgd við rakstrarætlanina hjá samstarvinum og noktar at rinda allan sín part, tann partin, sum hinar kommunurnar siga, at Vestmanna skal rinda. Fíggjarmálaráðið hevur givið Vestmanna kommunu boð um at rætta roknskapin fyri 2016, so øll útreiðslan til VEKS samstarvið verður bókað sum útreiðsla. Sangirnir, ið royna seg ígjøgnum Nálareygað, eru Elski teg meira nú Edmund Jacobsen Bananapop Leska Tears Danny og The Veetos Rivers Of Blood Kongur Ljósið Signar í Homrum Signhild hevur tó longu klára EM kravtíðina til evropameistarakappingina, sum verður í Keypmannahavn í desember, í 200 metrar rygg. Ein rokning til Tórshavnar kommunu, sum var 37.500 krónur fyri eitt temablað um høvuðsstaðarkommununa, varð býtt sundur í fýra minni rokningar. Runavíkar kommuna stríðist við óbodnar gestir, og heitir tí á borgararnar um at boða kommununi frá, síggja teir tekin um rottu, rottuholur ella rottulort. At tað eru tvey aðalráð, Fiskimálaráðið og Heilsu og innlendismálaráðið, sum varða av málsøkinum um at týna rottu, ger, at hvørgin heldur seg eiga málið. Hann heldur kortini, at nýggja kunngerðin, sum er á veg, verður eitt framstig, tí hon sigur, at Umhvørvisstovan skal hava eftirlit við, at lógin verður hildin. Konsertin byggir eisini á kirkjuliga liturgi, og verður í sambandi við, at vit í ár hátíðarhalda, at liðin eru 500 ár síðani trúbótina. Hóast mørkini fyri eigaraavmarking eru hækkað í nýggja uppskotinum um fiskivinnulóg, mælir Kappingareftirlitið framvegis til, at reglurnar um anti trust heilt verða strikaðar í nýggju lógini. Kappingareftirlitið sigur, at eigaraavmarkingin forðar fyri fleiri samanleggingum í fiskivinnuni, samanleggingum, sum kundu givið eitt positivt íkast til føroyska samfelagið. Verður ein størri miðsavning loyvd, verða feløgini betur før fyri at átaka sær størri part av virðisketuni, heldur Kappingareftirlitið. Kappingareftirlitið heldur eisini, at løgtingið eigur at brúka skattalógina ella aðrar skipaninir, og ikki fiskivinnulóggávuna, um tað vil rætta samfelagsligir ójavnar og aðrir skeivleikar. Bæði í dag og í morgin er Høgni Hoydal, landsstýrismaður, biðin um at koma á fund í Vinnunevndini, sum viðger fiskivinnunýskipanina. Nils Ohrt, stjóri á Listasavni Føroya, væntar, at tað helst verður privatur keypari, sum fer at rinda stóru upphæddina fyri málningin. Tað er stór prestiga í málninginum, og tað hevði verið stuttligt, um eitt savn fekk hann, men helst ger prísurin, at tað ikki er gjørligt. Venezuela er mestsum farið á húsagang, og Altjóða Valutagrunnurin, IMF, er farið at gera eina bjargingarætlan, sum kann fara at kosta 190 milliardir krónur um árið. Ætlanin at bjarga Venezuela kann fara at kosta meir enn bjargingin av Grikkalandi. Alment hevur IMF ikki havt nakað samskifti við Venezuela síðani í 2007, men seinastu mánaðirnar hava umboð fyri IMF gjørt útrokningar, sum vísa, hvussu nógvum pengum Venezuela hevur tørv á fyri at hóra undan. Búskaparliga gongdin í Venezuela hevur verið út av lagi vánalig, síðani oljuprísurin byrjaði at falla. Tað hevur havt við sær, at búskapurin er minkaður við einum triðingi, og inflatiónin er omanfyri 1.000 prosent, er metingin hjá IMF. Væntandi útlendskir pengar hava havt við sær, at innflutningurin er minkaður við 80 prosentum seinastu fimm árini, og landið hevur tørv bæði á mati og á heilivági. Ein talsmaður fyri Altjóða Valutagrunnin sigur, at støðan er so vánalig í Venezuela, at grunnurin má fylgja við gongdini, tí gongdin í Venezuela kann koma fleiri av grannalondunum illa við. Fyri løtu skuldi løgtingið gera av, um uppskotið um stjórnarskipan Føroya skuldi burturvísast úr tinginum, ella um tingið skuldi hava loyvi at viðgera tað. Hetta kemst av, at umsitingin í Løgtinginum mælti til at burturvísa uppskotið, tí tað lýkur ikki treytir í tingskipanini og stýrisskipanarlógini. Ein tepur meiriluti í løgtinginum feldi uppskotið frá formansskapinum um at burturvísa málinum. 17 tinglimir atkvøddu ímóti, og 16 atkvøddu fyri at burturvísa málinum. Sum liður í mentanardøgunum í Sunda kommuna skipa tjørnuvíkingar fyri einum túri út á Stakkin. Í ár tóku teir 14 seyðir. Túrurin er serstakur og áhugin fyri honum er sera stórur. Uppboðssølan man eisini vera eitt eindømi, tí limir og livandi seyðir vórðu seld fyri 123.000 krónur. Við á túrinum út á Stakkin vóru Eir í Ólavsstovu og Jóhann Mortensen Jørn Astrup Hansen er bæði virdur og umstríddur í Føroyum. Bersøgni bankastjórin úr Danmark kloyvir ta føroysku fjøldina Nógv halda hann hava gjørt stóran mun, onnur halda lítið um hann. Tað er tó greitt, at Jørn Astrup Hansen hevur havt ein týðandi leiklut í nýggjari føroyskari søgu. Seinastu fýra árini hevur Páll Holm Johannesen við jøvnum millumbili gjørt samrøður við Jørn Astrup Hansen. Samrøðurnar eru bulurin í nýggjari bók um tíðina hjá danska bankastjóranum í Føroyum. Tilfarið í bókini fevnir um tíðarskeiðið frá 1992 til 2017, tá ið TAKS gjørdi úrskurð í tí nógv umrødda skattamálinum hjá Eik Banka. Í morgunsendingini greiddi rithøvundurin, Páll Holm Johannesen, frá tilgongdini frá hugskoti til bók um Astrup. Ein bóklingur er gjørdur, kallaður Tann óhoyrdi ágangurin um at forða kynsligum ágangi á børn og ung í ítróttini . Endamálið er at geva feløgunum undir ÍSF ein amboðskassa, um illa vil við. Kynsligur ágangur í føroysku ítróttafeløgunum er kanska ikki tað mest hugaliga evnið at viðgera. Tað er tó ein sannroynd, at slíkur ágangur móti børnum og ungum kann koma fyri í øllum feløgum. Hóast vit sum ítróttarleiðarar hava ilt við at trúgva, at slíkt hendir í okkara egna felagi, so mugu vit vera opin fyri, at kynsligur ágangur tíverri kann koma fyri í øllum feløgum, og at tað tí er partur av okkara ábyrgd at verja børn og ung móti slíkum ágangi. Jarvin Feilberg Hansen, ítrótta og ungdómsráðgevi í ÍSF, leggur dent á, at trupulleikin við kynsligum ágangi í ítróttarfeløgunum als ikki er stórur Nei, tað er ikki nakar stórur trupulleiki, lat tað verða sagt beinan vegin. Vit hava sum so ikki havt nøkur mál, sum eru komin til ÍSF tey síðstu árini, sigur Jarvin Feilberg Hansen. Feløg hava tó eftirlýst, at ÍSF hevur leiðreglur hesum viðvíkjandi, og hetta er eisini endamálið við faldarinum. Á hendan hátt eru nakrar mannagongdir staðfestar, um nakar trupulleiki verður. Rætturin ógildaði eisini forboðið hjá Fútarættinum móti Kemilux í Føroyum, sum ikki mátti brúka navnið Kemilux.dk. Tað forboðið kom í september 2015. Dómurin hjá Føroya rætti sigur tó eisini, at Kemilux Industri breyt lógina um marknaðarføring við lýsingartiltaki og yvirlýsing í juni í fjør. Sektin er 5.000 krónur fyri tað. Yvirskriftin har var kopivørur skaða umdømið hjá Kemilux í Danmark. Hesar vørurnar, sum Kemilux kallaði kopivørur, seldi Sapulux í Danmark. Hóast Rent Miljø Kemilux er danskt felag í Hirtshals, eru stjórin og tveir nevndarlimir, millum annað formaðurin, føroyingar. Gullak Arngrimsson Madsen stovnaði felagið, sum reiðaríið hjá honum, Ruth, eigur. Vit vóru greið yvir forkeypsrættin, men vóru av tí fatan, at hann var fráfallin. Hetta áttu vit at havt tryggjað okkum betur, sigur Olav Guttesen, varastjóri og vinnukundastjóri í Betri Banka. Bankin leggur afturat, at tað er harmiligt, at málið hevur tikið so langa tíð, men hann væntar, at rætturin fer at koma fram til eina rímiliga loysn fyri allar partar. Løgmaður vónar kortini, at tað fer at bera til at finna breiðu semjuna, og hann ætlar at leggja stjórnarskipanina til fólkaatkvøðu næsta ár. Meirilutin í løgtinginum gekk ímóti tilmælinum frá formansskapinum og umsitingini, og vísti ikki uppskotinum um stjórnarskipan frá sær. Árni Gregersen, viðmerkjari, heldur, at løgmaður er djarvur at lova fólkaatkvøðu næsta ár, tí so verður tað triðju ferð, at dagur verður settur á, nær fólkaatkvøða um stjórnarskipanina skal vera. Í hesum døgum eru júst 100 ár liðin síðani oktober kollveltingina, tá Lenin framdi statskvett í Russlandi og rak stjórnina hjá Kerenskij frá. Men hvør var orsøkin til russisku kollveltingina og hvønn týdning hevði kollveltingin fyri heimin Hesar og aðrar spurningar fáa vit útgreinaðar, tá Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur, kemur á gátt. Vit fara eisini at seta kommunismuna í eitt søguligt, mentanarligt og filosofiskt perspektiv, tá Hanus Kamban, rithøvundur, og Jógvan D. Hansen, heimsspekingur, koma á gátt. Hvussu var at vaksa upp í Sovjetsamveldinum, og hvussu upplivdi tú sum russari glasnost og peristrojka ÍHesar og aðrar spurningar umrøða vit við Katja Volovelskaja, ið er fødd og uppvaksin í Sankta Pætursborg. Vit spyrja eisini í hvønn mun føroyska arbeiðararørslan hevur fingið íblástur eystanífrá. Helgi Eidesgaard, søgufrøðingur, hevur skrivað bók um Havnar Arbeiðsmannafelag. Í hvønn mun tóku føroyingar undir við kommunismuni og Sovjetsamveldinum Vit spyrja Elin Hendriksen og Marnu Jacobsen, sum vóru partar av føroyska umhvørvinum á vinstraveinginum í sjeytiárunum. Tá talan er um popp og rocktónleik, er Sovjetsamveldið ikki landið, ið oftast hevur verið á alheims hittlistunum. Men tað er komið fyri og tað venda vit aftur til í Dagsins klassikara. Vit eru í Mórugøtu 8. Mostir er komin at halda hús. Tá ið vit byrja hesa ferð, so eta tey seyðarhøvd og ræst kjøt. Tey skulu skriva ein stíl um seyð. Eystari landsrættur fer í dag undir revsimálið móti einum kommunulækna, sum fyrr í ár í Føroya rætti varð dømdur fyri at blygdanarskemma níggju kvinnur og fyri annað kynsligt samband enn samlegu við eina kvinnu. Hann varð eisini dømdur fyri at misnýta starv sítt sum kommunulækni, tí hann gjørdi seg inn á kvinnurnar í sambandi við læknakanningar. Kommunulæknin gjørdi alt fyri eitt av at skjóta dómin hjá Føroya rætti inn fyri Landsrættin við kravi um frídøming ella, í øðrum lagi, um linari revsing. Ein skaði, hann hevur í høgru hond, ger, at undirlívskanningarnar, sum hann ger, kunnu kennast øðrvísi enn tær, sum aðrir læknar gera, segði hann í Føroya rætti. Nýggi verjin hjá kommunulæknanum, Hanne Rahbæk, hevur fingið kannað meira, hvønn týdning, hesin skaði hevur fyri arbeiðið hjá kommunulæknanum. Í dag verður frágreiðingin hjá kommunulæknanum í Føroya rætti viðgjørd, í morgin verða vitni avhoyrd, fíggjadagin leggja ákærin og verjin skjøl í málinum fyri rættin,tað er dokumentasjón á rættarmálinum, mánadagin verða kvinnurnar, sum kommunulæknin sambært Føroya rætti hevur gjørt seg inn á, avhoyrdar og týsdagin verður proseduran, dómsviðgerðin. Føroya rættur segði, at eitt mál í ákæruritinum var fyrnað, tað er, at lógarbrotið, sum ákært varð fyri, var vorðið ov gamalt hjá dómsvaldinum at viðgera. Kommunulæknin varð tí frídømdur fyri ta ákæruna. Sambært uppskotinum hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, um at broyta kunngerðina á nýggjárinum lækkar endurgjaldið niður í 2.600 krónur. Treytin fyri at fáa endurgjaldið er tað sama sum fyrr. Treytin er, at eingin skúlamøguleiki er í Føroyum, sum lærlingarnir kunnu brúka og tí noyðast av landinum. Í 10 ár hava Føroyar verið eitt valdømi. Frá 2007 fór Føroyar frá at vera sjey valdømi til eitt valdømi. Valdømini vóru býtt soleiðis Norðoyggjar, Eysturoyggin, Norðstreymoy, Suðurstreymoy, Vága Sandoyar og Suðuroygarvaldømi. Kaj Leo Holm Johannesen, tinglimur fyri Sambandsflokkin, var fyri 10 árum síðani fyri einum valdømi, og tað er hann framvegis. Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, atkvøddi fyri 10 árum síðani ímóti, at Føroyar skuldu fara frá sjey til eitt valdømi. Hann heldur framvegis, at Føroyar ikki skuldu blivið eitt valdømi. Teir báðir skifta orð um hetta. Havnar Róðrarfelag hevur sítt serliga eyðkenni og tað er hvítir bátar, bláar listar og drekastevni. Fyrsta neystið hjá felagnum var gamla Hornaneystið, og her húsaðist felagið í góð 30 ár. Neystið var niðurdottið, tá felagið í 1943 átók sær at byggja tað uppaftur. Í 1975 var nýtt neyst bygt, og tað er her Havnar Róðrarfelag framvegis heldur til, men nú eru ætlanir at byggja uppí, sigur Bjarti Mohr, formaður í róðrarfelagnum. Pól Rosenmeyer Wolles, stjórnmálafrøðingur, skrivaði fyri tveimum árum síðani serritgerð um broytingarnar, sum nýggja valskipanin hevur havt við sær. Jógvan Skorheim, floksformaður, stúrir fyri, at orðingar í stjórnarskipanaruppskotinum kunnu hava við sær, at føroyingar viðurkenna grundlógina. Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, vil hinvegin vita, um danska grundlógin er at rokna sum ein stjórnarrættarligur sáttmáli, sum vit ikki seta úr gildi. Tað er greitt, at vit kunnu ikki biðja føroya fólk taka støðu, tá vit í Løgtinginum ikki eru samd um, hvat tað merkir, sigur Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum. Hann sigur í svari til Magna Arge, fólkatingsmann, at avtalan, sum Føroyar, Grønland og Danmark gjørdu um Arktis í fjør, verður brúkt í nýggju verjusemjuni, sum skal gerast í Danmark. Magni Arge minnir á, at í Fámjinsskjalinum, sum landsstýrið og stjórnin gjørdu í 2005, stendur, at Føroyar skulu hava veruliga ávirkan á dubbingina hjá donsku verjuni. Ambisjónin hjá donsku stjórnini er, at Danmark, Føroyar og Grønland í felag tryggja felags áhugamálini í norðri, so ríkisfelagsskapurin eisini er sterkur í framtíðini, sigur Claus Hjort Frederiksen. Í 1981 fekk meginfelagið navnið Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum , og í 2015 varð navnið broytt til Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum. Mongdin av burturkasti í Tórshavnar Kommunu veksur í takt við búskapar og fólkavøkstur í samfelagnum. Nú er brennistøðin so smátt farin at koyra við fullari megi eftir eldsbrunan, sum var í siloini við brenniovnin herfyri. Um ikki so leingi má nýtt tyrvingarpláss finnast, og móttøkan av ruski verður eisini skjótt ov lítil , sigur Jóhannes Guttesen, sum er er stjóri á Endurnýtsluni á Hjalla. Hoyr hann greiða frá ruskmóttøkuni og um, hvat verður gjørt við burturkastið Blóðtynnandi heilivágurin hjálpir ikki bert ímóti hjartaflimri, men líka nógv ímóti demensi, sigur M rten Rosenqvist, professari í einum tíðindaskrivi. Kanningin vísti, at av teimum sum tóku blóðtynnandi heilivág frá tí at kanningin byrjaði, høvdu 29 prosent lægri møguleika fyri at gerast dement. Og hjá teimum sum hildu fram við at brúka blóðtynnandi heilivágin, minkaði møguleikin fyri demensi við 48 prosentum. Kanningin vísti, at tess fyrr tey sum høvdu hjartaflimmur, byrjaðu at taka heilivágin, størri var møguleikin fyri at verja tey ímóti demens, og kanningin vísti eisini, at tey sum hava hjartaflimmur, ikki mugu gevast við heilivágnum ov skjótt. Bestu dømini um demens eru ringt minni, trupulleikar við at tosa og trupulleikar við virksemi í gerandisdegnum. Summi fólk broytast eisini nógv. Í nuverandi Saudiarabia eru tað sunnimuslimar sum ráða fyri borgum og sharialógir eru galdandi. Ótrúskapur og rúsevnasmugling førir til deyðarevsing, og kvinnur mugu framvegis hava ein mann at syrgja fyri sær. Demokrati er mestsum ókent í kongaríkinum. Hann gjørdi vart við, at 70 prosent av fólkinum í landinum eru undir 30 ár, og tey vilja ikki halda fram undir verandi støðu, men vilja hava eitt betri og frælsari lív. Orðini verða mett sum eitt álop á mest konservativu kreftirnar í landinum, og hann nevndi einki um støðuna hjá teimum umleið tveimum milliónum sjiamuslimunum, sum búgva í landinum. Hann boðaði samstundis frá, at Saudiarabia hevur ætlanir um at byggja ein nýggjan bý í útnyðringspartinum av landinum. Býurin skal skipast øðrvísi enn restin av landinum, og har skulu aðrar lógur vera galdandi. Og øll orka í býnum skal koma frá grønum orkukeldum. Býurin skal vera í einum øki sum er 26.500 ferkilometrar, og skal eisini kunna vaksa bæði til Egyptalands og Jordan. Endamálið er at draga fyritøkur sum gera tøkni til økið. Næstu 10 árini skulu 5 milliónir ungfólk á arbeiðsmarknaðin í Saudiarabia, og ætlanin er, at tey millum annað skulu starvast í nýggja býnum. Í nuverandi Saudiarabia eru tað sunnimuslimar sum ráða fyri borgum og sharialógir eru galdandi. Ótrúskapur og rúsevnasmugling førir til deyðarevsing, og kvinnur mugu framvegis hava ein mann at syrgja fyri sær. Demokrati er mestsum ókent í kongaríkinum. Hann gjørdi vart við, at 70 prosent av fólkinum í landinum eru undir 30 ár, og tey vilja ikki halda fram undir verandi støðu, men vilja hava eitt betri og frælsari lív. Orðini verða mett sum eitt álop á mest konservativu kreftirnar í landinum, og hann nevndi einki um støðuna hjá teimum umleið tveimum milliónum sjiamuslimunum, sum búgva í landinum. Hann boðaði samstundis frá, at Saudiarabia hevur ætlanir um at byggja ein nýggjan bý í útnyðringspartinum av landinum. Býurin skal skipast øðrvísi enn restin av landinum, og har skulu aðrar lógur vera galdandi. Og øll orka í býnum skal koma frá grønum orkukeldum. Býurin skal vera í einum øki sum er 26.500 ferkilometrar, og skal eisini kunna vaksa bæði til Egyptalands og Jordan. Endamálið er at draga fyritøkur sum gera tøkni til økið. Næstu 10 árini skulu 5 milliónir ungfólk á arbeiðsmarknaðin í Saudiarabia, og ætlanin er, at tey millum annað skulu starvast í nýggja býnum. SPEKT mátti hótta Taks, áðrenn stovnurin vildi skriva eina rætting á heimasíðu síni, viðvíkjandi viðmerkingunum hjá Taks til kanningina hjá Bárði Larsen av skattamálinum hjá EIK ella Betri Banka. Tað framgongur av innliti, sum Kringvarpið hevur fingið, í samskifti millum SPEKT og Taks viðvíkjandi rættingini, sum Taks skrivaði á sína heimasíðu tann 3. oktober í ár. SPEKT hevur gjørt vart við, at tað er ikki rætt, tá tað í viðmerkingunum hjá TAKS stendur, at niðurstøðan hjá TAKS samsvarar við úttalilsi hjá SPEKT. Í mun til niðurstøðuna hjá TAKS metir SPEKT ikki, at undirbalansan skal viðgerast sum goodwill. Men undan hesa rætting liggur eitt samskifti millum partarnar, sum byrjaði longu tann 30. august, har SPEKT gjørdi vart við, at tey vóru ónøgd við viðmerkingarnar hjá Taks til kanningina hjá Bárður Larsen. Hóast ikki nógv er at finnast at prosessuelt og í mun til gjølliga málsviðgerð í seinnu fasuni, so kemur niðurstøðan hjá TAKS 3. februar 2017 heldur óvart á. Niðurstøðan er, at tað var rætt at viðgera málið sum mál um skattafrádrátt fyri good will, men at good willið skuldi setast til 0 krónur, og tískil var ongin skattafrádráttur. Í mun til good will sum hugtak eitt meirvirði sum tann parturin av keypsprísi, ið fer upp um virðið á netto aktivunum gevur hetta ikki so góða meining, og spurningurin er, um niðurstøðan ikki heldur skuldi verið, at onki good will var upprunaliga, og at avgerðin 30. juni 2015 tí var skeiv, bleiv afturtikin og nýggj avgerð sett í staðin. Í viðmerkingini hjá Taks til hesa niðurstøðu stendir, at Taks er av tí fatan, at endaliga avgerðin, dagfest 3. februar 2017 er í samsvari við svarið hjá SKAT til Fíggjarligt støðufesti, dagfest 10. desenber 2010, viðvíkjandi vejledende udtalelse vedr. opgørelse af skattemæssige anskaffelsessummer, herundir goodwill. Hartil er fatanin hjá TAKS, at niðurstøðan samsvarar við úttalilsið hjá SPEKT um goodwill til nevndarfund í EIK tann 27. januar 2016, sum er skrivað út frá úttalilsi hjá serfrøðingum hjá Price Waterhouse Coopers dagfest 14. januar 2016. Men Taks vil ikki rætta viðmerkingina millum annað tí tey óttast miðla umrøðuna, sum kann standast av rættingini. Haraftrat verður ikki mett, at nøkur orsøk er til at rætta viðmerkingina, tí tilsvísingin í viðmerkingunum skuldi bara vísa, at SPEKT hevur sagt, at tað ber til at hava eitt goodwill á null krónur, greiðir Taks frá. Taks skýtir tí upp, at gera eina viðmerking, sum sigur, at SPEKT ikki vil hava, at Taks brúkar teirra viðmerkingar yvirhøvur. Hetta verður nevnt fyri SPEKT tann 14. september í 2017. Men grannskoðaravirkið tvíheldur um, at viðmerkingin skal rættast, tí hon kann skiljast sum, at SPEKT tekur undir við sjónarmiðinum, AT Eik hevði rætt til ein skattafrádrátt. Haraftrat er tað ikki rætt, at linjurnar sum Taks vísir til hjá Spekt skulu skiljast sum, at goodwill kann vera null. Um hetta skrivar stjórin á Spekt Seinasta linjan í uppskotinum hjá tær kann ikki sanda, tí vit eru nevniliga ikki samd við tykkum, tá tit siga, at goodwill er ein stór upphædd, men við skattliga vvirðinum 0. Tað, sum vit siga er, at goodwill er 0, sum er tað sama sum at siga, at har er einki goodwill at vit meta, at har er einki goodwill, stendir nógva staðnis í okkara úttalilsi. Í innanhýsis samskifti sæst, at TAKS velur at gera rættingina, tí tey eru bangin fyri, at SPEKT alment fer at leggja Taks undir at misbrúka viðmerkingarnar hjá SPEKT. Eg greiddi honum frá, at alt uttan sjálvt sektarmálið nú er avgreitt frá okkara síðu, so vit hava ongan áhuga í at róta upp í øllum nú. Her hugsi eg serliga um miðla umrøðuna. Men eg greiddi honum eisini frá, at vit hava latið FMR tær mannagongdir ið vit vóru biðin um at gera. Hetta skilti hann sjálvandi, men hann hugsaði, at tað helst var lættari hjá okkum at forsvara okkara egnu rætting, enn at SPEKT alment kom við úttalisli um, at Taks hevur misbrúkt viðmerkingar hjá SPEKT. Tað hevur ábinbart nógv at siga fyri hann, at hetta ikki verður avgreitt í tí stilla, men at okkurt verður alment, eitt nú við nøkrum linjum á heimasíðuni hjá Taks. Tann 25. september skrivar stjórin í SPEKT eina skrivliga áheitan til TAKS, har hann biður TAKS um at gera rættingina. Um hon ikki verður gjørd, fer SPEKT víðari við málinum, verður sagt. Við hesum senda vit eina skrivliga áheitan til Taks um at rætta niðanfyri umtala feil. Áheitnain verður send, hóast vit í seinastu viku eftir samskifti seinastu vikurnar í telefonsamrøðu fingu at vita frá Taks, at Taks ikki hevur nakra ætlan um at rætta feilin. Vit gjørdust ikki sørt bilsin, tá vit sóu viðmerkingarnar hjá Taks til viðmerkingarnar hjá Bárði Larsen. M.a. skrivar Taks soleiðis Hartil er tað fatanin hjá Taks at niðurstøðan samsvarar við úttalilsi hjá SPEKT um goodwill til nevndarfund í EIK tann 27.januar 2016. Merkingin hjá TAKS ikki er røtt. Tað framgongur fleiri ferðir av nevnda útalilsi hjá SPEKT, at vit meta, at der ikke er nogen goodwill. Harvið framgongur greitt av omanfyrinevnda úttalilsi hjá SPEKT, at vit eru ósamd við niðurstøðuni hjá Taks í svarinum frá 30. juni 2015 og við niðurstøðuni í svarinum frá 3. februar 2017 um, at undirbalansan skal viðgerast sum goodwill. Óansæð um TAKS velur at rætta feilin ella ikki, vænta vit at fáa skrivligt svar uppá hesa áheitan í seinasta lagi fríggjadagin 29. september 2017. Um Taks heldur fast við ikki at rætta feilin, eru vit noydd at fara víðari við málinum. Síðsta mánaðin eru fyritøkur, fakfeløg, myndugleikar og stovnar boðsend í Vinnunevndina at siga sína hugsan og svara spurningum frá nevndarlimunum. Fyri tey flestu er hetta ikki fyrstu ferð tey vóru eisini inni í nevndini í summar, tá fyrra uppskotið hjá landsstýrismanninum var til viðgerðar har áðrenn tað datt burtur. Men hvat er so broytt hvat halda tey, sum nú eru innkallað í Vinnunevndina hjá løgtinginum, um broytta uppskotið um fyrisiting av sjófeingi Í Radaranum tosa vit við reiðarar, Fiskimannafelagið, ein virkiseigara á landi, ein peningastovn og Kappingareftirlitið. Øll hava tey verið inni í Vinnunevndini og givið síni sjónarmið til kennar. Síðst í sendingini spyrja vit Bjørt Samuelsen, forkvinnu í Vinnunevndini, hvat hon ger við hesi sjónarmið, nú nevndin skal til at draga samanum og skriva álit. Luttakarar Anfinn Olsen, stjóri í Framherja og formaður í Reiðarafelagnum Hanus Hansen, stjóri í JFK Páll Gregersen, stjóri í Fiskavirkinum í Gøtu Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum Árni Ellefsen, stjóri í BankNordik Terje Sigurðsson, deildarstjóri í Kappingareftirlitinum Bjørt Samuelsen, forkvinna í Vinnunevndini hjá løgtinginu Páll Holm Johannesen hevur skrivað nýggju bókina Astrup, vit hitta høvuðspersónin í bókini, Jørn Astrup Hansen. Listasavn Føroya hevur fingið stórfingna gávu frá Ny Carlsbergfondet, ið umfatar verk eftir Rannvá Kunoy og Jón Sonna Jensen. Solveig Hanusardóttir Olsen útgreinar verkini. Vit hitta eisini rithøvundan Carl Jóhan Jensen, sum 2. desember letur úr hondum nýggja skaldsøga. Guðrið Poulsen hevur farnu 30 árini virkað sum listarkvinna. Vit hava vitjað á verkstaðnum. Tú kanst hoyra sendingina her Løgtingið skal í dag atkvøða um uppskotið hjá Helenu Dam á Neystabø í Javnaðarflokkinum og Annitu á Fríðriksmørk í Tjóðveldi um at seta eina grein 25 nevnd at viðgera uppskotið hjá løgmanni um stjórnarskipan. 12 fólk skulu veljast í nevndina, tvey úr hvørjum av teimum fýra stóru flokkunum og ein úr teimum smáu. Harafturat verður uttanflokkatingkvinnan, Sonja Jógvansdóttir, í nevndini. Nevndin, sum nú skal veljast at viðgera stjórnarskipanina, eitur eftir grein 25 í tingskipanini, sum sigur, at løgtingið kann seta nevndir at geva løgtinginum tilmæli í ávísum málum. Sum dømi kann upsin nevnast. 14 prosent meira eru fiskað, men upsin er í ár er seldur fyri níggju prosent, 12,5 milliónir krónur, minni enn í fjør. Botnfiskaveiðan er minkað nógv seinastu tíggju árini. Í 2008 var hon til 1.oktober góð 63.000 tons. Í ár er hon 39.500 tons. Í 2002 fór hon upp um 90.000 tons. Í gjár heitti Raila Odinga, sum stillaði upp á fyrra valinum, á fólk um ikki at fara á val. Hann stillar ikki upp, tí tær nýskipanir, sum hann hevur kravt av valskipanini, ikki eru gjørdar. Kenyatta vann valið í august við 54 prosentum av atkvøðunum, men mótstøðumaðurin Odinga vísti fleiri ferðir á, at Kenyatta vann við valsviki. Sakførarin hjá Odinga sigur, at meira enn 5 miljónir atkvøður eru við í valsvikinum, og tí kravdi hann, at valið varð ógildað. Og Hægstirættur avgjørdi síðani at ógilda valið. Yvir 40 fólk hava latið lív í ófriði í Kenja eftir valið í august, og vandi er fyri samanbrestum í dag millum andstøðufólk og politiið. Politiið hevur boðað frá, at ongar mótmælisgongur eru loyvdar í dag. Andstøðan hevur kravt, at valið bleiv útsett, men í gjár boðaði valnevndin í Kenja frá, at valið verður sum ætlað. Skuldi valið útsetast, var hetta nakað, ið skuldi viðgerast í hægstarætti. Ovasti dómarin í hægstarætti, David Maraga, boðaði í gjár frá, at tey kundu ikki viðgera umbønina um at flyta valið, tí ikki nóg mikið av dómarum vóru staddir í rættarbygninginum. Málið kundi ikki viðgerast, tí bara tveir av sjey dómarum vóru til staðar. Orsøkirnar til at dómararnir vóru burtur, vóru nógvar og ymiskar. Ein kundi ikki møta, tí lívverji hennara varð illa særdur av skotum. Ein annar var sjúkur og staddur uttanlands. Ein fekk ikki fatur á flogferðaseðli til Nairobi og tveir høvdu ikki møguleika at møta, segði David Maraga. Eitt umboð fyri Partii Naleraq hevur mælt landstinginum til at kanna orsøkirnar til, hví gerandisvørur í Grønlandi eru so dýrar. Í uppskotinum, sum kemur til viðgerðar í Landstinginum í dag, er eisini eitt krav um, at eitt uppskot kemur um átøk at lækka prísirnar. Prísstigið í Grønlandi er 6,3 prosent hægri enn í Danmark, tá vørur og tænastur verða roknaðar undir einum, upplýsir landsstýrismaðurin í vinnumálum, Hans Enoksen, um hevur fingið tølini frá Grønlands Statistik. Sambært hagtølunum eru matvørur, drykkivørur, rúsdrekka, tubbak og samskiftisútbúnaður nógv dýrari í Grønlandi enn í Danmark. Hinvegin eru bústaðir, vatn, streymur og gass bíligari í Grønlandi. Landsstýrismaðurin tekur undir við at gera eina kanning av prísunum. Hann sigur, at tølini hjá Grønlands Statistik vísa, at prísirnir í ES eru enn lægri enn í Grønlandi og Danmark, og tí er tað eitt gott hugskot at taka prísstigið í øðrum londum við í kanningina, sigur Hans Enoksen. Nú allur heimurin síðstu dagarnar er blivin bombarderaður við hesi MeToo rørsluni, er tað meira enn einaferð komið fyri hjá mær, at ketubrøv og MeToo hava verið partur av sama tanka. Tí kann eg eisini livandi ímynda mær, hvussu skjótt tað er hjá tí kvinnu, sum ikki hevur sett hetta vælsignaða hasj taggið á sín vegg, at kenna seg uttan fyri tað góða selskapið. Nú á døgum gongur alt út uppá at vera við upp á tað, og tað kemur javnan kapping í at vera bæði best fyri og ringast fyri, tí vandin er so stórur fyri at detta niður ímillum. Tá tað snýr seg um hjartasteðg, er alneyðugt at bera skjótt at. Er hjartastartarin innilæstur, gongur nógv longri tíð, áðrenn tú kanst hjálpa, enn um hjartastartarin hekk úti á vegginum á bygninginum, sigur Rógvi Dam, instruktørur í fyrstuhjálp og frá Ansni Tilbúgving. Tað eru bæði privatfólk og fyritøkur, sum hava ognað sær ein hjartastartara, men størsti parturin av teimum standa inni heldur enn úti, og tað hevur víst seg at vera ein trupulleiki. Vit vita um eitt dømi, har ein maður var staddur á Strøget í Danmark og mátti renna framvið fleiri handlum, tí hóast teir høvdu hjartastartara, so vóru allir innistongdir, tí hetta var uttan fyri vanliga arbeiðstíð. Ein hjartastartari ger ongan mun, um hann ikki er til at brúka alt døgnið, sigur Rógvi Dam. Fyrr brúkti Amnesty rættiliga nógv brøv, men sum tíðirnar eru broyttar, ber nú eisini til at stuðla og geva sína undirskrift í einum sms boðum, og tað er rættiliga nemt og ómakaleyst, sigur Elsa Wraae frá Amnesty Føroya Deild. Teir eru næstan sum rokkstjørnur, sigur John Mikkelsen, sum tó leggur dent á, at tí teirra samtaki verður dentur lagdur á, at øll draga somu línu. Nýggja RNP Required Navigational Performance innflúgvingarskipanin, sum Vága Floghavn ætlar at seta í verk, er ein beinleiðis stuðul til SAS, og ætlanin er eisini kappingaravlagandi. Tað heldur Jóhanna á Bergi stjóri í Atlantic Airways. RNP er ein innflúgvingarskipan, sum riggar á tann hátt, at eitt tól verður lagt inn í flogførini, sum kann taka ímóti sattelitsignalum, frá einari softwareskipan við ymsum innflúgvingarrutum, sum hjálpir flogfarinum at flúgva bestu leiðina á flogvøllin millum annað í ringum sýni. Vága Floghavn hevur boðað frá, at RNP skipanin verður almenn, so øll flogfeløg sum flúgva til Føroyar kunnu nýta hana. Men Jóhanna á Bergi vísur á, at góðkenningartilgongdin at nýta skipanina er so drúgv, at øll flogfør fáa ikki gagn av skipanini, og tí er talan um eina beinleiðis stuðul til SAS. SAS hevur tøknina at nýta skipanina í sínum nýggja airbus flogfari, og flogfelagið hevur havt verri reglusemi enn Atlantic Airways, síðani SAS bynrjaði at flúgva til Føroyar fyrr í ár. Altantic Airways rindaði sjálvt fyri sína egnu RNP skipan, sum felagið tók í nýtslu í 2012. Jóhanna á Bergi vísur á, at Atlantsflog samanlagt hevur nýtt 30 milliónir uppá skipanina. Tí heldur felagið, at tað er kappingaravlagandi, at Vága Floghavn nú fer at rinda fyri somu skipan til onnur flogfør. Ætlanin er at Vága Floghavn skal rinda einar tríggjar milliónir fyri softwareið, og at SAS skal rinda fyri tøknina, sum skal leggjast í flogførini. Men Jóhanna á Bergi heldur, at SAS átti sjálvt at rinda fyri sína skipan, so treytirnar fyri flogfeløgini vóru javnar. Sjóvinnustýrið nevnir krøv um ung undir 18 ár, trygdarskeið um arbeiðsumhvørvi, meting um arbeiðsplássið, hvussu trygdarútgerðin skal brúkast og, at manningin skal hava kravdu førleikarnar og royndirnar. Tveir møguleikar eru, sigur Sjóvinnustýrið. Annar er menniskjansligur feilur, sum er tann, at bremsan á veirspælinum ikki var gjørd virkin. Nevndin, sum skal veljast at viðgera stjórnarskipanina, eitur eftir grein 25 í tingskipanini. Hon sigur, at løgtingið kann seta nevndir at geva løgtinginum tilmæli í ávísum málum. Eftir at hægstirættur í mars í 2015 tók avgerð í einum øðrum skattamáli hjá eigarunum í Varðanum, vildu teir 11 eigararnir í Varðanum hava bindandi svar frá Taks um, at partabrøvini framhaldandi kunnu seljast skattafrítt. Nei, segði Taks partabrøvini eru ikki fevnd av yvirgangsregluni í kapitalvinningsskattalógini, ið loyvir skattafríari sølu upp til virðið pr ultimo 2006, sum var 887,6 milliónir krónur. Teir 11 eigararnir í Varðanum kærdu svarið frá Taks til Skatta og avgjaldskærunevndina. Kærunevndin gav eigarunum viðhald, vísandi til hægstarættardómin. Tá tað ikki er viðurkent skattarættarliga, at partabrøvini eru seld í einum høpi, so eru tey sum útgangsstøði ikki seld skattarættarliga í einum øðrum høpi. Hetta merkir, at partabrøvini ikki kunnu metast at vera seld, og eru fevnd av skiftisregluni. Men ta niðurstøðuna hjá Skattakærunevndini góðtók Taks ikki. Taks vísti á, at Hægstirættur ikki tók støðu til, hvørt partabrøvini eru fevnd av skiftisregluni í kapitalvinningsskattalógini. Taks tulkar hægstarættardómin soleiðis, at ein søla fór fram, sjálvt um seljari og keypari vóru somu persónar, men í ymsum feløgum. Eisini vísti Taks á, at konstruktiónin, sum teir 11 partaeigararnir brúktu, hevði einki vinnuligt endamál, men varð gjørd fyri at sleppa undan skatting og tó framvegis eiga og hava ræðið á fyritøkuni. Teir 11 eigararnir í Varðanum vóru grundleggjandi ósamdir við Taks. Teirra uppáhald var, at eru partabrøvini í skattligum samanhangi ongantíð seld, so eru tey framvegis umfatað av skiftisreglunum. Av tí at Skattakærunevndin hevur somu niðurstøðu sum teir 11 eigararnir, so noyddist Toll og Skattaráð Føroya, sum er myndugleikin omanfyri Taks, at fara í rættin við málinum. Taks vildi hava Føroya Rætt at staðfesta, at bindandi svarið frá Taks til eigararnir í Varðanum er galdandi. Men tað gjørdi Føroya rættur ikki, og vísti til avgerðina hjá skattakærunevndini, tað vil siga, at Taks tapti málið í rættinum. Eftir niðurstøðuni hjá rættinum, og fyritøkan verður seld, sleppa teir 11 partaeigararnir undan at rinda skatt av teimum fyrstu 887 milliónunum av søluupphæddini og tá kapitalvinningsskatturin er 35 , so sleppa teir undan 310 milliónum krónum í skatti. Fyrsta vitnið, sum varð avhoyrt í Eystara landsrætti í dag er serlækni í kvinnusjúkum á Herlev Sjúkrahúsi, og hann undirvísir eisini í gynokologi. Hann greiddi millum annað frá, at áðrenn sjálv undirlívskanningin verður gjørd, skal kvinnan kunnast um, hvørja kanningar læknin fer at gera, og at kanningin er frívillig. Ákærdi læknin hevur í rættinum fyrr greitt frá, at tá hann ger undirlívskanning, kann hann klitoris, við at hann lyftir forhúðina á klitoris, og tað er standardkanning, Tí varð danski serlæknin spurdur, um neyðugt er hjá kommunulæknanum at røra og kanna klitoris. Danski serlæknin svarar bara um sjúklingurin ger vart við trupulleikar har. Ein sjúkrarøktarfrøðingur varð innkallað sum vitni. Hon hevði stundum arbeitt saman við kommunulæknanum, og hevði einki óvanligt varnast. Hansara undirlívskanninginar tóku ikki longri tíð, enn hjá øðrum læknum, einar 3 4 minuttir. Hon kundi tó ikki siga, um tað, sum kommunulæknin gjørdi var í lagi, tí hon hugsavnaði seg um sína uppgávu, at taka sær av kvinnun, sum lá á briksini. Tað kom eisini fram í rættinum, at eingin føst mannagongd er, sum sigur, at eitt starvsfólk aftrat skal vera í viðtaluhølinum, tá undirlívskanningar verða gjørdar. Síðani varð ein kvinnuligur kommunulækni kallað sum vitni, ein, sum ákærdi hevur verið í starvi hjá. Hon hevði heldur ikki varnast nakað óvanligt við ákærda. Hon segði tó, at tá hon hoyrdi slatur um kanningar hjá ákærda, fór hon til hansara, tað var síðst í 2008, og segði, hvat hon hevði hoyrt. Men ákærdi hevði víst hesum aftur at hann kendi einki til tað. Kvinnuligi kommunulækni gav honum tó eini ráð, at hann, frá frameftir skuldi syrgja fyri ikki at vera einsamallur í viðtaluhølinum , tá hann skuldi gera undirlívskanningar. Eftir steðgin bað verjin hjá ákærda kommunulæknanum um loyvi at avhoyra kommunulæknan hesa ferð um hesi góðu ráðini frá kommunulæknanum. Ákærdi sigur, at hann minnist ikki nakað til hesi góðu ráðini. Hann mintist bara, at tey tosaðu um eina unga kvinnu, sum hevði verið í viðtalu hjá teimum báðum, og sum hevði kært sína neyð, tí kanningin hevði verið so óbehagilig. Ákærdi segði í rættinum, at her var einki seksuelt í hesi kanning, men kanska hevði hann trýst so hart, at tað var óbehagilig fyri kvinnuna. Um vikuskiftið eru 60 ár liðin síðani Stella Argus gekk burtur, og 22 mans sjólótust. Vit minnast hesa hending við søguligum brotum úr savninum, og feskari frásøgn frá Mortani Johannesen, ið var við í leitingini eftir Stella Argus. 24. oktober andaðist Fats Dominio, 89 ára gamal. Og saman við Peturi Rouch minnast vit Fats Domino, sum hevði sera stóran týdning fyri rock and roll tónleikin í fimti og sekstiárunum. List og sálarheilsa kunnu avgjørt ganga hond í hond. Og hetta hevur myndlistarmaðurin Ole Wich gjørt nýtslu av á Psykiatriska Depilinum. Og list kann eisini nýtast sum terapi. Vit hitta Vivian Sjóklett, sum er listterapeutur og námsfrøðingur. Og í Eyðgleiðingini skifta vit orð Siri Tórgarð og Georg L. Petersen um stjórnarskipanaruppskotið. Eingin skrivlig avtala er gjørd millum Miðlahúsið og Tórshavnar kommunu um temablaðið í Vikublaðnum, sum stríð hevur tiki sge upp um. Grannskoðaravirkið Spekt mátti brúka meira enn ein mánað at fáa TAKS at rætta sínar almennu viðmerkingar, tí grannskoðaravirkið var skeivt endurgivið. Eyðun Mørkøre, stjóri í TAKS, vil ikki gera samrøðu í dag, men TAKS sigur tó skrivligari viðmerking, at TAKS hevur ikki sagt nakað skeivt alment, og tí er ikki talan um eina rætting, men bert eina nágreining av viðmerkingunum hjá stovninum til kanningina hjá Bárði Larsen. Partafelagið Seta, sum eigur garnakipið Anitu, er tikið úr Skiftirættinum, sum fekk tað frá Skráseting Føroya til tvingilsavtøku síðst í august. Í nevndini eru Jónas Sigmarsson í Havn, hann er eisini stjóri í felagnum, Anton Sigmarsson í Hoyvík og Angel Pego Vidal í Spania, sum er nevndarformaður. Í vinnupakkanum er millum annað ferðavinnan, sum skal mennast. Havnin skal eisini marknaðarførast uttanlands sum ráðstevnustaður og fundarbýur. Sambært henni kann politiið við loyvi frá vegamyndugleikanum sum fyribils fyriskipan áseta, at súkklur skulu vera á gongubreytini. Í heilt serligum førum, har heilsustøðan hjá tí unga beinleiðis er hótt, hevur verið neyðugt at innleggja børn við etingarólagi á Psykiatriskaru deild fyri vaksin ella á barnadeildini. Sirið Stenberg sigur, at í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2018 er peningur settur av til eitt barna og ungdómspsykiatriskt dagtilboð. Í gjár blivu umleið 2800 skjøl, sum snúgva seg um Kennedy morðið í 1963, almannakunngjørd. Hetta eru skjøl, sum áður hava verið loynilig. Tóri Højgaard hevur stóran áhuga fyri amerikanskum politikki og viðurskiftunum har sum heild. Sambært honum eru fleiri orsøkir, til at áhugin fyri skjølunum er so stórur. Nógvar konspiratiónsástøði hava verið gjøgnum árini, og millum annað hevur verið tosað um, hvørt fregnartænastan handfór málið rætt ella ikki. Júst hetta um fregnartænastuna hevur mann verið mest spentur uppá í sambandi við hesi skjølini, sigur Tóri Højgaard. Í vár gjørdi sjónleikardeilidin í Losjuni í Gøtu av, at tey skuldu seta upp kenda skemtileikin Allo Allo . Skuldi hetta bera til, so máttu tey skaffa serligar hermannabúnar, og tey fingu samband við eina enska fyritøku Khaki Devil , sum leigar út hermannabúnar til sjónleikir, filmir og annað um allan heimin. Tey levera alt, eisini flottu stivlarnar sum hoyra til. Tosað verður við Súsonnnu Tórgarð, leikstjóra, Katrinu Eyðunsdóttir Hansen, leikara, Nikolaj Falck og Klæmint Isaksen, pallsmiðir og Eyðun Hansen, sum er formaður í felagnum Losjan Glottin. Í september 2017 var sóknarpresturin Jóannis Fonsdal saman við millum annað Áka Andreasen úr Brøðrasamkomuni, sum er baptistaprestur í Danmark, á eini loyniligari tvørkirkjuligari ferð við felagsskapinum bne Døre til eitt ónevnt land í Miðasia við átrúnarligari neyðhjálp til forfylgd kristin har. Hóast tað sambært landsins lógum er trúarfrælsi í hesum landi, so er veruleikin ein heilt annar. Um tú verður verðandi í tí átrúnaði, tín ættarbólkur hevur, fært tú rímiligan frið men um til dømis ein muslimur verður kristin ella ein kristin boðar fyri einum muslimi, so fært tú skjótt at kenna, hvat myndugleikarnir, nærsamfelagið og familjan hugsa um tað og tú verður møttur við ógvusligari forfylging. Fyri aðru ferð eru næmingar í níggjunda flokki á Skúlatrøð í Klaksvík við í kanningini, sum verður gjørd annað hvørt ár í nógvum londum í Evropa. Størsta broytingin frá 2015 og 2017 eru sissandi evni og soviheilivágur. Nú siga knappliga níggju prosent seg hava roynt slík evni eina ferð ella fleiri ferðir. Kanningarúrslitini frá 2015 og 2017 eru á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu. Har ber eisini til at siggja samanburð millum Klaksvík og hinar býirnar, sum eru við í kanningunum. Í februar næsta ár verður nevningating í Føroya rætti um hendingina 6.mai í ár, tá ein ungur maður varð álopin við millum annað øks á vegamótinum Íslandsvegur Landavegur í Havn. Annar teirra varð sendur til Danmarkar í dag. Har skal hann vera á einari psykiatrisku deild til nevningatingið byrjar 12.februar. Danska heilsustýrið hevur viðgjørt málið móti kommunulæknanum, sum er ákærdur fyri blygdanarskemd móti níggju ungum kvinnum og fyri annað kynsligt samband enn samlegu við eina kvinnu. Um rætturin heldur, at tað er hent, soleiðis sum kvinnur hava greitt frá, so er niðrstøðan hjá danska heilsustýrinum, at kommunulæknin í fleiri førum ikki hevur fylgt vanligu læknafakligu mannagongdini. Heilsustýrið sigur, út frágreiðingunum hjá kvinnunum, at tað er ikki partur av vanligari undirlívskanning, at læknin kannar klitoris. Tað er bara, um illgruni er um krabbamein, og kvinnur í hesum aldri eru ikki í vanda fyri at fáa krabbamein í klitoris. Tað rakar mest kvinnur í 50unum og eldri. Ákærdi kommunulæknin hevur viðgingið, at hann í einum føri hevur onanerað eini kvinnu, sum kom í viðtalu, men at kvinnan hevði givið honum loyvi til tað. Danska heilsustyrið sigur, at tað er ikki vanlig læknalig mannagongd at onanera eini kvinnu í viðtalu. Tríggir serlæknar í kvinnusjúkum, sum vóru innkallaðir sum vitni, søgdu seg ongantíð hava upplivað tað. Og teir høvdu tað, so høvdu teir givið kvinnuni boð um at steðgað og ein segði, at hann hevði skrivað tað í journalina. Heilsustýrið vísur eisini á, at læknin hevði onga orsøk til at spyrja eina kvinnu, um hon hevði havt kynsligt samband við aðra kvinnu. Skónin eigur at vera har, og um talan var um svamp, so skal tað viðgerast við heilvági, sigur heilsustýrið, sum leggur aftrat, at viðgerin við vattpinni er tekin um fakliga ókompetancu. Ein serlækni í kvinnusjúkum, sum var innkallad sum vitni í dag, arbeiddi saman við ákærda kommunulæknanum, tá hann var í útbúgvingarhøpi á Landssjúkrahúsinum í 2008. Hon segði, at tað er ikki standard fyri undirlívskanningar, at klitoris verður kannað. Hevði eg sæð hann gjørt tað, so hevði eg átalað tað, segði serlæknin. Í einum føri hevur kommunulæknin greitt frá, at hann hevur skrivað í eina journal, at hann hevði gjørt undirlívskanning, sum hann tó ikki hevði gjørt. Tað gjørdi hann fyri at fáa eina kvinnu víðari til serlækna í viðgerð. Tað vil siga, at hann hevur givið skeivar upplýsingar. Vinnunevndin í løgtinginum vil hava landsstýrismannin í fiskivinnumálum at nágreina antitrust regurnar í uppskotinum um fiskivinnunýskipan. Bátarnir hjá Sea Shepherd, sum løgreglan legði hald á eftir drápið í Sandavági í august 2015, verða seldir á uppboðssølu í morgin. Føroya Symfoniorkestur og kór hava í morgin fagnaðarkonsert í Norðurlandahúsinum í sambandi við, at 500 ár eru liðin síðani trúbótina. Tað fyrsta, Mariano Rajoy, forsætiaráðharri, gjørdi, var at senda katalonsku stjórnina í Barcelona til hús og útskrivað nýval til katalonska tingið at vera 20. desember. Seinnapartin í gjár sendi Sjúkrarøktarfelagið eina fráboðan til Lønardeildina um, at arbeiðssteðgur verður lýstur fyri anestesi sjúkrarøktarfrøðingarnar á øllum trimum sjúkrahúsunum mánamorgunin klokkan átta. Hon váttar, at felagið valdi ikki at senda boð eftir Semingsstovninum, men valdi í staðin at lýsa arbeiðssteðg alt fyri eitt at koma í gildi mánamorgunin. Tá Starvsmannafelagið herfyri skrivaði undir sáttmála, sum gav limunum 695 krónur í lønarhækking um mánaðin fyrra árið og 754 krónur aftrat um mánaðin seinna árið, gjørdi Óluva í Gong greitt, at Sjúkrarøktarfrøðingafelagið fór ikki at góðtaka eina slíka lønarhækking. 35 fólk arbeiða í Sernámi, sum hevur ábyrgdina av at samskipa sernámsfrøðiligt virksemi og ráðgeva stovnum, skúlum og øðrum um børn og ung. Vinnunevndin í løgtinginum hevur sett Høgna Hoydal, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, 11 skrivligar spurningar um lógaruppskotið um sjófeingi. Nevndin spyr eftir teimum kunngerðum, sum skulu gerast afturat lógaruppskotinum. Nevndin biður eisini landsstýrismannin um at senda nevndini lógaruppskotið um tilfeingisgjald. Og sum tað triðja spyr Vinnunevndin landsstýrismannin, hvørjar viðmerkingar hann hevur til tey mongu hoyringsskrivini, sum nevndin hevur fingið í samband við fiskivinnunýskipanina. Vinnunevndin spyr eisini um anti trust reglurnar ítøkiliga hvussu stór tey fýra reiðaríini Varðin, JFK, Framherji og Christian í Grótinum eru í mun til tær anti trust ásetingar, sum landsstýrismaðurin ætlar at brúka. Vinnunevndin spyr um, hvør ætlanin er við felagskvotum, nevndin spyr um útrokningargrundarlagið í skiftinum frá fiskidøgum til kvotur, um ásetingina at útlendingar skulu út úr ognarskapinum, um uppboðssøluna, sáttmálar við manningarfeløgini, kvotuáseting og hvussu landsstýrismaðurin ætlar at útluta menningarkvotur. Í Katalonia er støðan ógreið og spent, eftir at spanska stjórnin í gjárkvøldið sendi landspartastjórnina til hús og skrivaði út val. Men meðan spanska stjórnin leggur ætlanir um, hvussu hon skal yvirtaka ræðið á Katalonia, so arbeiðir katalonska stjórnin víðari við at seta á stovn katalonsku republikkina. Vit vita snøgt sagt ikki, hvat fer at henda, men vit vóna ikki, at spanska stjórnin fer at brúka harðskap sum eitt amboð í hesum tvídrátti. Vit eru eitt friðarlig og demokratiskt land, og samfelagið her góðtekur ikki harðskap í hesi tilgongdini. Tað er væntað, at spanska stjórnin roynir at taka ræðið á Katalonia, men vit fara ikki at finna okkum í tí. Sambært Carles Prats, parlamentslimi í Katalonia, so vónar katalonska stjórnin framhaldandi at fáa stuðul frá ES og øðrum evropeiskum londum. Vit fara framhaldandi at mæla til dialog við bæði Spania og restina av Evropa, tí vit eru eitt friðarlig land. Vit hava víst seinastu sjey árini, at øll hendan tilgongdin móti loysingini er grunda á fólkaræði frá vanliga fólkinum og uppeftir til leiðararnar í landinum. Sjálvur óttast Carles Prats ikki at verða drigin fyri rættin fyri sín leiklut í samtykini av loysingini í gjár. Hann heldur at samgongan hevur katalonska fólkið við sær. Spanska stjórnin hevur bara eitt amboð, og tað er harðskapur og vald. Men vit hava stuðulin frá fólkinum her, so tað verður trupult hjá spaniólum at gera móti viljanum hjá milliónum av fólkum, sigur Carles Prats, sum er parlamentslimur í Katalonia. Hinir spurningarnir snúgva seg um at kenna seg at vera í vegin, tá man ikki er nóg skjótur at fylla seg upp í posarnar, tá man hevur keypt inn, um klænkikappingar á arbeiðsplássinum og um man skal blanda seg, tá fólk rópa eftir og niðurgera síni børn. Í panelinum hesaferð eru Barbara á Tjaldrafløtti, Janus Poulsen og Ása Andreasen Bæði bilurin, húsið og tú sjálv ur kunnu treingja til eina kerliga hond, so vit hitta serfrøðingar á ymsu økjunum, ið geva góð ráð. Magnus Maggi Gunnarsson var á vitjan og gav góð ráð um bilin, Janus Kamban greiddi frá um snøklar, ið eru verdir at hugsa um, tá tað snýr seg um hús og garð, og so gjørdi Jana Eidesgaard eina leskiliga grønmetissuppu í køkinum í Kringvarpinum. Eisini spurdu vit um Haloween hevur nakað at gera í Føroyum, og um tað er neyðugt at skifta ímillum summar og vetrartíð. Í Katalonia er støðan ógreið og spent, eftir at spanska stjórnin fríggjakvøldið sendi landspartastjórnina til hús og skrivaði út val. Hetta fekk sponsku miðstjórnina at seta í verk grein 155 í sponsku grundlógini, sum gevur sponsku stjórnini heimildir til at taka sjálvstýri í Katalonia úr gildi og skriva út nýtt val. Sambært bretska tíðindastovninum, BBC, fordømir Puigdemont avgerðina hjá sponsku stjórnini, og hann sigur seg ikki hava ætlanir um at gevast við arbeiðinum um at tryggja katalanskt sjálvstýrið. Tað er enn ógreitt, hvussu spanska stjórnin skal yvirtaka valdið. Ein talsmaður fyri sponsku stjórnina sigur, at Puigdemont kann stilla upp til valið, sum verður 21 december í ár. Sjálvstæðisflokkurin fekk 25,28 prosent av atkvøðunum, ein afturgongd á 3,72 prosent. Flokkurin fekk 16 tingsessir í mun til 20 á seinasta vali. Vinstrigrøni flokkurin er næststórstur. Flokkurin hevði eina lítla framgongd, og fekk 16,98 prosent av atkvøðunum, sum er ein framgongd á 0,98 prosent. Vinstrigrøni flokkurin fær 11 tingfólk, ið eru eitt meira, enn flokkurin hevði frammanundan. Samfylkingin fór úr trimum uppí sjey tingfólk. Miðflokkurin er nýggjur á tingi, og fekk sjey tingsessir, flokkurin hevði ongan tingsess frammanundan. Flokkur fólksins fekk fýra tingsessir, flokkurin hevði ongan tingsess frammanundan. Fríggjadagin lýsti felagið arbeiðssteðg fyri narkosusjúkrarøktarfrøðingar á øllum trimum sjúkrahúsum frá mánamorgni 30.oktober 2017 kl 8.00, eftir at hava samráðst við Fíggjarmálaráðið um nýggjan sáttmála. Óluvá í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, segði, at samráðingarnar eru ikki komnar nakran veg, hóast felagið hevur verið á fýra fundum við fíggjarmálaráðnum. Vit hava tosa um sáttmálatekst, men at tosa um tað, sum tað veruliga handlar um, pengar, tað hava vit ikki gjørt, sigur Óluva í Gong. Arbeiðið at stykkja út 18 nýggj grundstykkir á Fløtugerði í Leirvík er nú boðið út. Tilboð skulu verða innkomin í seinasta lagi 16. november, sæst á heimasíðuni hjá Eysturkommunu. Tá tilboðini eru innkomin verður veitari valdur, og eftir ætlan verður spakin settur í áðrenn árslok. Áhugin at byggja í Leirvík er stórur. Heili 53 fólk standa á bíðilista eftir at fáa grundstykki í Leirvík. Eftir at samráðingarnar millum Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ikki góvu nakað úrslit, lýsti felagið arbeiðssteðg fyri narkosusjúkrarøktarfrøðingar frá í morgin klokkan 8. Tað fekk Lønardeildina at boðsenda semingsmannin, og klokkan 14 verður fundur millum semingsmannin og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Lýsti arbeiðssteðgurin er fyri narkosusjúkrarøktarfrøðingarnar á Landssjúkrahúsinum, Suðuroyar Sjúkrahúsi og Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Ronnie Midjord, stjóri á Landssjúkrahúsinum sigur, at tey enn ikki hava avlýst nakra skurðviðgerð, sum skal vera, tí hann onki hevur frætt frá nøkrum. Jacob Vestergaard, sýslumaður, sigur við in.fo , at í løtuni verður grind rikin um Eystnes, og ætlanin er at reka grindina til Skálafjarðar. Grindamenninir halda, at talan er um eini 50 60 hval. Um rákið er til vildar, er ætlanin at reka grindina til Skálafjarðar at drepa grindina. Hvalvágin í Skálafirði er nýggj, og skuldi hendan grindin lagt beinini har, so verður tað fyrstu ferð, at hvalvágin verður brúkt, síðani farið varð undir skipan við góðkendum hvalvágum. Eftir fundin í dag millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og semingsmannin, hevur semingsstovnurin útsett arbeiðssteðgin í eina viku, og í morgin fer ein semingsroynd at verða gjørd. Fríggjadagin lýsti Felagið Føroyski Sjúkrarøktarfrøðingar arbeiðssteðg fyri narkosusjúkrarøktarfrøðingar á øllum trimum sjúkrahúsum frá mánamorgni 30.oktober 2017 kl 8.00, eftir at hava samráðst við Fíggjarmálaráðið um nýggjan sáttmála. Óluvá í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, segði, at samráðingarnar eru ikki komnar nakran veg, hóast felagið hevur verið á fýra fundum við fíggjarmálaráðnum. Vit hava tosa um sáttmálatekst, men at tosa um tað, sum tað veruliga handlar um, pengar, tað hava vit ikki gjørt, sigur Óluva í Gong. Gerandishetjan er Høgni Kunoy Dávason Á Fólkaheilsuráðstevnuni, har millum 3 400 fólk vóru savnað í Norðurlandahúsinum, varð Gerandishetjan 2017 avdúkað.Drongurin við svarta beltinum hevur fingið heiðurin Gerandishetjan . Hann hevur saman við foreldrum sínum tikið stig til at seta ítróttargrein á stovn, eitt átak, sum virkar samlandi fyri bæði ung og gomul. Í sendingini fáa vit nógv at vita um Taekwondo. Í dag hava vit aftur verið í savninum og funnið fram eldri sending. Talan er um sending sum var send 9. feburar í 2011, í somu viku sum Gary Moore andaðist, 58 ára gamal. Fólk frá Reinsitænstuni hjá IRF hava støðugt trupulleikar við at reinsa rottangar vegna mongdir av óviðkomandi tilfari, sum er í tangunum. Reinsitænastan vil tí heita á fólk um at lata óviðkomandi tilfar, so sum einnýtislappar, einnýtisserviettar, oyrapinnar v.m. í ruskspannina, har tað hoyrir heima. Tað verður Edvard Fuglø, listamaður, sum skal gera minnisvarðanur úr blonkum bustaðum stáli og minnisvarðin skal ímynda ein dropa. Ætlanin er at mnnisvarðin skal verða klárum um umleið eitt ár, sigur Frímund Hansen, limur í fyrireikingarbólkinum til minnisvarðan. Hvørt ár fáa útvið 130 føroyingar blóðtøpp í heilan ella eina heilabløðing. Hesi fólkini kunnu eitt nú missa evnini at tosa ella gerast lamin. Men tað ber til at gera ymiskt sjálv ella sjálvur fyri at minka um vandan at fáa annaðhvørt ein blóðtøpp í heilan ella eina heilabløðing. Mann plagar at siga, at tað eru 10 ting, sum vit skulu vera tilvitað um fyri at minka um vandan at fáa blóðtøpp ella bløðing í heilan. Blóðtrýstið eigur ikki at vera ov høgt, og tað sama er galdandi fyri kolesteroltalið, sigur Maud Wang Hansen, forkvinna í Heilafelagnum. Umframt at halda blóðtrýstið og kolesteroltalið lágt er eisini umráðandi at millum annað røra seg dagliga og ansa eftir, at ein ikki vigar ov nógv. Í morgunsendingini greiddi forkvinnan í Heilafelagnum frá, hvat hvør einstakur kann gera fyri at minka um vnada at fáa tøpp ella bløðing í heilan. Rebekka Peerlick er yvirlækni á barna og ungdómssykiatriska økinum á Landssjúkrahúsinum, har tey viðgerða børn og ung við etingarólagi. Tá ein persónur er lætnaður meira enn 15 prosent av síni sokallaðari normalvekt og hevur skeiva kropsfatan, verður sagt, at viðkomandi hevur etingarólag. Vit hava eingi tøl, sum siga, hvussu nógv hava etingarólag, men seinastu árini hava tað verið eini fimm ella seks ung, og í løtuni eru trý ung fólk í viðgerð, sigur Rebekka Peerlick. Í uppskotinum til fíggjarlógina fyri 2018 eru pengar settir av til eitt dagtilboð á barna og ungdómspsykiatriska økinum. Eitt slíkt tilboð hevði havt stóran týdning fyri tey við etingarólagi. So høvdu vit ikki verið noydd til at senda hesi fólkini til Danmarkar, og ístaðin kundi øll viðgerðin farið fram í Føroyum. Kanningar vísa, at tað er av týdningi at barnið í viðgerðartíðini kann vera í sínum vanliga umhvørvi, so tí hevði eitt slíkt dagtilboð komið ógvuliga væl við, sigur Rebekka Peerlick. Í Barnaútvarpinum hoyra vit um Martin Luther, nú tað eru 500 ár síðani, at hann negldi tær 95 tesurnar á dyrnar í Wittenberg. Á Skúlatrøð í Klaksvík hava næmingar havt evnisviku um Martin Luther. Kommunulæknin er ákærdur fyri at hava framt blygdarskemd móti níggju kvinnum og fyri annað kynsligt samband enn samlegu við eina kvinnu, sum var komin til læknaviðtalu. Tá er eingin atgongd í rættarhølið fyri fjølmiðlar og almenningin annars. Tó var ein kvinna, sum vildi vitna fyri opnum hurðum. Tað gjørdi hon eisini í Føroya Rætti. Tá hesar vitnisfrágreiðingar eru lidnar seinni í dag, endar innleiðandi próvførslan við proceduru. Tá siga ákæri og verji sína fatan av, hvussu málið hongur saman við støði í tí, sum er komið fram í málinum. Dagurin er tó ikki ásettur enn, nær proceduran verður, tí bíðað verður eftir úttalisi frá danska rættarlæknaráðum um læknafakligu viðurskiftini í málinum. Men tá tað kemur til vaksnu rógvararnar, ber illa til at gera annað enn at heita á teir at brúka vestarnar, siga fleiri feløg, sum Kringvarpið hevur verið í sambandi við. Harafturat verður arbeitt við at seta kurvar upp í ítróttarhøll sum skjótast, og hetta verður vónandi veruleiki í inniverandi ári ella í seinasta lagi í januar mánaða. Kjak um trygd í kappróðrarbátum hevur tikið seg upp, eftir at ein manning hevur sýtt fyri at rinda bøtur fyri ikki at vera í bjargingarvesti. Við in.fo fyri viku síðani segði ein av manningini, sum hevur sýtt fyri at rinda bót, at talan er um eitt prinsippmál, sum gongur út uppá at skapa kjak um eina ógreiða reglugerð. Á leiðini eftir gomlu bygdagøtuni úr Bø til Gásadals greiðir Gutti Petersen frá ymiskum viðurskiftum í sambandi við túrarnar hjá Mikkjali sum ferðalærara í hesum báðum bygdum í meira enn 25 ár. Jákup Reinert Hansen, lektari, skrivaði uppgávu á universitetinum í rhus um Mikkjal á Ryggi og í tí sambandi hitti hann fleiri fólk, ið kendu væl Mikkjal, m.o. konu hansara Binu og systrina Dagmar. Saman við Heina F. Petersen í Sandavági skrivaði hann Mikkjalsbók. Jákup varð mest bilsin um, hvussu fjølbroyttur Mikkjal á Ryggi var. Hóast Ria Tórgarð er fødd eftir at Mikkjal doyði, hevur hon í uppvøkstrinum hoyrt nógvar søgur um abbabeiggjan, sum eingi børn átti sjálvur og var ógviliga góður við mammu Riu. Margretu. Sjúrður Poulsen var ein av teimum, ið tóku stig til standmyndina av Mikkjali í heimbygdini Miðvági. Sjúrður sigur, at Mikkjal hevur havt stóran týdning fyri heimbygdina. Tá fólk einaferð vórðu spurd, hvat tey fyrst komu at hugsa um í sambandi við Miðvág, svaraðu tey flestu, at tað var Mikkjal á Ryggi. Javnaldrarnir Elinborg Joensen og Gullberg Gullfoss, ið eru 82 ára gomul, gingu í skúla hjá Mikkjali í Bø. Í sendingini siga tey frá barnaminnum í Bø. Tað ikki uttan orsøk, at lønarstjórin í Fíggjarmálaráðnum klórar sær í høvdinum. Tað er langt millum hann og sjúkrarøktarfrøðingarnar í lønarsamráðingunum. Sambært belgiska kringvarpinum, VRT, er katalonski leiðarin, Carles Puigdemont, og aðrir politiskir leiðarar í Katalonia flýddir til Belgia. Heyggjurin er so serligur, at hann átti at verið friðaður, heldur Lis Mortensen, jarðfrøðingur á Jarðfeingi, sum eisini ætlar at hyggja nærri at malargrótinum, sum er funnið. Stjórar í Facebook, Twitter og Google fara eftir ætlan á fund við tríggjar nevndir í kongressini hesa vikuna. Russland er undir illgruna fyri at hava borið følsk tíðindi mánaðirnar upp undir amerikanska forsetavalið í fjør. Facebook sigur, at russisku greinarnar vórðu lagdar á miðilin frá juni 2015 til august í ár. Flestu greinarnar snúðu seg um umstrídd mál í USA, millum annað rættin at bera vápn. Jens Stoltenberg, aðalskrivari í NATO, er í løtuni á vitjan í Japan, har hann skal hitta Shinzo Abe, forsætisráðharra, sum hevur sagt, at Norðurkorea er størsta avbjóðingin hjá nýggju stjórnini í Japan. Norðurkorea hevur framt fleiri royndarspreingingar og fleiri royndir við rakettum seinastu mánaðirnar, og tað hevur hvest orðaskiftið ímillum Donald Trump, forseta og Kim Jong un nógv. Báðir hava hótt við at leggja londini í oyði. Tí tekur NATO undir við strangari tiltøkum ímóti Norðurkorea, sum er ein stór hóttan, fyrst og fremst í Asia, men eisini ímóti øllum heiminum, sigur Jens Stoltenberg. Ráðgevarin, Paul Manafort, og fyrrverandi starvsfelagi hansara, Rick Gates, nokta seg sekar í ákærinum um skattasvik og ráðagerð móti USA. Robert Mueller er settur at kanna málið um russisku uppíleggingina í amerikanska valstríðið, og ákærurnar móti Manafort og Gates eru liður í hesum arbeiði. Advokaturin hjá Paul Manafort, Kevin Downing, sigur, at eingi prógv eru fyri, at Manafort hevði samband við russisku stjórnina ta tíðina, hann stóð á odda fyri valstríðnum hjá Trump. Paul Manafort umboðaði átøk í Ukraina fyri ES, og hann arbeiddi eisini fyri, at Ukraina fekk tættari samband við ES og USA. Men hetta arbeiðið varð liðugt í 2014, meira enn tvey ár fyri, at Manafort gjørdist partur av valstríðnum hjá Trump, sigur advokaturin hjá Manafort. Bæði Paul Manafort og Rick Gates góvu seg upp til samveldisløgregluna, og á einum rættarfundi í Washington í gjár vórðu teir settir í húsavarðhald. Eingin hevur søkt um undantaksloyvi frá løgtingslógini um at fáa fulla fólkapensjón í Føroyum, hóast fólk ikki hava búð í danska ríkinum í 40 ár. Har stendur bara, at serligar umstøður skulu vera fyri at fáa fulla fólkapensjón, hóast bústaðurin ikki hevur verið í danska ríkinum í 40 ár. Fólk, sum hava búð minni enn tey 40 árini, fáa part av fullari pensjón, tey fáa brotpensjón eftir, hvussu nógv árini eru í danska ríkinum. Eyðgunn Samuelsen sigur í svarinum, at 31.desember 2016 fingu 290 fólkapensjónistar føroyska brotpensjón, 216 teirra búðu uttan fyri danska ríkið. Eg kann vátta, at Carles Puigdemont hevur tilnevnt meg at umboða seg, meðan hann er í Belgia, sigur advokaturin, Paul Bekaert, fyri Reuters. Tað er óvist, hvat Puigdemont ger í Belgia, men spanskir miðlar vilja vera við, at hann og fimm aðrir katalonskir politikarar fara at biðja um friðskjól í Belgia. Puigdemont er komin til Belgia samstundis sum spanska ákæruvaldið ætlar at reisa ákæru móti katalonsku stjórnini fyri uppreistur og svik. Spanski forsætisráðharrin, Mariano Rajoy, koyrdi landspartastjórnina í Katalonia frá fríggjadagin og skrivaði út val at vera 21. desember. Nógv rumbul er um Donald Trump og fyrrverandi ráðgevar hansara. Ein fyrrverandi ráðgevi er saman við starvsfelaga ákærdur fyri skattasvik og ráðagerð, og nú hevur fyrrverandi uttanríkispolitiski ráðgevin hjá amerikanska forsetanum játta seg sekan í at hava logið fyri samveldisløgregluni, FBI. Hetta upplýsir serligi ákærin, Robert Mueller, sum kannar málið um russisku uppíleggingina í amerikanska forsetavalstríðið í fjør. Paul Manafort, sum eitt skifti stóð á odda fyri valstríðnum hjá Donald Trump, og ein felagi hansara, Rick Gates, eru settir í húsavarðhald. Teir eru millum annað skuldsettir fyri skattasvik og ráðagerð móti USA. Bæði Paul Manafort og Rick Gates góvu seg upp til samveldisløgregluna, og einum rættarfundi í Washington í gjár vórðu teir settir í húsavarðhald. Í mars í fjør fekk Papadopoulos frænir av, at professarin hevði neiligar upplýsingar um demokratiska valevnið, Hillary Clinton, sum Papadopoulos kundi brúka til frama fyri Donald Trump. Nú nærkast First Lego League kappingin 2017. Og í sendingini hesa ferð eru vit við, tá ið næmingar í bólkinum KlossHans, fyrireika seg. Vit seta hpv koppsetingina í samband við lívmóðirhálskrabba, men dreingir kunnu eisini fáa krabbamein av hpv, sigur Katrin Kallsberg, serlækni í kvinnusjúkum. Meðan gentur, sum fáa koppsetingina, eru vardar fyri lívmóðirhálskrabba, eru koppsettir dreingir vardir fyri øðrum krabbameinssjúkum. Teir dreingirnir, ið eru hpv koppsettir, eru vardir fyri krabbameini í eitt nú endatarmi, munni og svølgi, sigur Katrin Kallsberg. Byggisamtyktin loyvir kirkjubygging við Glyvraveg, men mesta loyvda hæddin er 8,5 metrar. Nýggja kirkjan verður 21 metrar høg vestanfyri og 17 metrar eystanfyri. Hans Jacob Lamhauge, formaður í kirkjuráðnum á Glyvrum, var við, tá kirkjuráðið og byggi og býarskipanarnevndin hjá Runavíkar kommunu fundaðust um málið. Tað var í lagi, vit kunnu flyta hana longur vestureftir og lækka hana eitt sindur. Kirkjan skal ikki blíva minni, men hon fer longur niður í lendið, sigur Hans Jacob Lamhauge. Eftir gomlu tekningini var kirkjan 18 metrar frá vegmiðjuni, men nú verður hon 20 metrar frá vegkantinum, og tornið fer at stinga einar 10 12 metrar upp um veghæddina. Tað krevur ongar broytingar í tekningum. Kirkjan við Glyvraveg verður 1.140 fermetrar til støddar. Honvarð mett at kosta 60 miljónir krónur, tá hon varð boðin út fyri 10 árum síðani. Formansskapurin skal eisini viðgera og taka avgerð um eitt uppskot hjá Jenisi av Rana og Ruth Vang, umboðum løgtingsins í Norðurlandaráðnum í fjør, um føroyska luttøku í norðurlendskum avtalum og millumtjóðasáttmálum. Tær verða ikki góðtiknar, tí í fyrsta umfari er talan um ein spurning millum Føroyar og Danmark, sigur formansskapurin hjá Norðurlandaráðnum. Heimasíðan hjá Fólkakirkjuni skrivar, at teir fýra eru Niels Jacob Pauli Thomsen, Sumba, andaðist umborð á útróðrarbátinum Anniku á Norðhavinum tann 20. mars, 66 ára gamal. Kristian Rasmusson Glyvradal, Haldórsvík, andaðist umborð á Gadusi 26. mai, 54 ára gamal. Tóri Midjord, Tórshavn, druknaði í Leirvík 19. august, 67 ára gamal. Mortan Leo Clothier, Argir, sjólátin í Skopunarfirði 31. august, 71 ára gamal. Hákun Elnarson Justinussen, Leirvík, andaðist umborð á Polarhav 22. oktober, 50 ára gamal. Og í Havn er siður, at Føroyska Sjómansmissiónin skipar fyri hátíðarhaldi á Vinnuháskúlanum klokkan 14. Talarar verða Poul Michelsen, landsstýrismaður, og Heri Joensen, prestur. Løgreglan fekk fráboðan frá National Cybercrime Center um, at ein føroysk IP adressa hevði móttikið úr Eysturríki, og at hava víðarsent barnapornografiskt tilfar. Málið hevur verið kannað síðani oktober 2014. Løgreglan gjørdi húsarannsókn heima hjá manninum, og legði hald á teldu, og har vóru bæði myndir og sjónbond. Fyrsta kategoriin snýr seg um myndir av naknum børnum, har barnið er einsamalt á myndini og eingin kynslig handling er. Í hesi kategoriini hevði ákærdi maðurin 208 myndir og eitt sjónband. Onnur kategoriin snýr seg um filmsbrot við kynsligum aktiviteti, har ein ella fleiri persónar hava samlegu ella annað kynsligt samband við eitt barn. Her hevur ákærdi 153 myndir og 33 sjónbond. Triðja og grovasta kategoriin eru filmsbrot ella myndir, har barnið verður neyðtikið og verður sýnt fram at verða í lívsvanda, at børn hava kynsligt samband við djór og at kynsligi aktiviteturin fevnir um børn millum 0 og 3 ár. Maðurin kann verða dømdur upp í tvey ár, og undir serliga skerpaðum umstøðum upp í 6 ára fongsul. Serliga skerpandi umstøður er, tá vandi er fyri lívinum hjá barninum, har ið grovur harðskapur verður nýttur, har barnið fær álvarsaman skaða, ella umstøður, har ið talan er um regluliga ella skipaða útbreiðslu. Sjúkrakassabygningurin stóð til sølu á heimasíðuni hjá Granskingarráðnum. Kunnað varð um tað á Facebooksíðu ráðsins, eisini hvørji tilboð komu. Hóast landsstýrismaðurin í Vinnumálum leingi hevur havt eitt greitt ynsku um at millum annað lúsateljingar skulu vera almennar, er tað ikki eydnast hansara egna ráðið at lýsa kunngerðina, sum skal verða karmurin um almannakungeringina enn. Vit koma helst út í januar í 2018, áðrenn alt er klárt, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í heilsumálum Frá 1. oktober í ár skuldu sjúkur, viðgerðarháttir og lúsatøl í alivinnuni almannakunngerast á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiliu Starvstovuni. Tað samtykti løgtingið, eftir at Poul Michelsen landsstýrismaður legði uppskot um broyting til løgtingslóg um djórasjúkur fyri tingið tann 13. juli í ár. Men enn eru einki almannakunngjørt á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu Starvstovuni. Avbjóðingin er at fáa viðgerðarháttirnir við, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður Hinvegin eru lúsatølini klár tey kunnu tó ikki almannakungerast fyrr enn vinnumálaráðið hevur lýst eina kunngerð, sum skal áseta nærri reglur um almannkunngerðinga av hesum upplýsingum. Sambært lógartekstinum skal lansstýrismaðurin áseta í kunngerð nærri reglur um almannakunngering av upplýsingum sum kunnu fevna um millum annað heilsusfrøðiligu støðuna hjá fiski íroknað sjúkur og sjúkuslag og lús á laksi medisinskar viðgerðir slag, nøgd og dosu, mekaniskar viðgerðir til dømis heitvatn og spularar, alternativar viðgerðir til dømis rognkelsi , flytførar laksalýs, miðal per fisk , kynsbúnar laksalýs miðal per fisk , Tal av fiski á alibrúki og Slopnan fisk. Fríggjadagin 3. november verður hátíðarløta í sambandi við at Finsen er liðugt umvældur, men enn ber ikki til at siga, hvat leiguprísurin verður, sigur Andras Róin, stjóri á Bústøðum. Smápartafelagið Mark leggur í løtuni seinastu hond á 38 lestraríbúðir, sum verða klárar at flyta inn í eftir summarferiuna. Sambært felagnum er eftirspurningurin eftir teimum 38 íbúðunum somikið stórur, at grundarlag er at fara undir annað byggistig beinanvegin. Talan er um 55 íbúðir í ymsum støddum, 12 íbúðir eru egnaðar til rørslutarnað. Tær 38 íbúðirnar í Marknagili, sum verða klárar at flyta inn í fyrsta dagin, eru ávíkavist 15 og 30 fermetrar til støddar. Leiguprísurin er úr 4000 krónum upp í 6500 krónur um mánaðin, alt íroknað. Sostatt verða helst 126 fleiri lestraríbúðir at leiga í Havn næsta skúlaár, men tað er altso óvist um tað verður til at lestrarvinarligan prís. Bústaðir høvuðsumvælir í løtuni báðar lonirnar á Næmingaheiminum Undir Fjalli, sum felagið hevur yvirtikið. Talan eru um 36 kømur í alt, sum hava kostað 1800 krónur í leigu, men bygningarnir vóru í sera vánaligum standi, og nýggi prísurin verður eftir, hvørjar útreiðslur Bústaðir hava havt av umvælingunum, sigur Andras Róin. Gerst tú álvarsliga sjúkur, kann tað hava sálarligar avleiðingar fyri tíni avvarandi. Børn eru serliga viðbrekin, tá ið ein í familjuni gerst sjúkur, men hjálpin til avvarandi í dag stendur ikki mát við trupulleikan. Sigrun Bisp hevur ligið fyri deyðanum við cystiskari fibrosu. Hon heldur, at tey avvarandi fáa ov lítla hjálp og stuðul frá myndugleikunum, tá teirra nærmastu gerast álvarsliga sjúk. Ikki øll fakfeløg eru samd við Starvsmannafelagið, sum hevur álagt sínum limum at binda seg til Tryggingarfelagið Lív, sum fakfeløgini sjálvi eiga. Hátíðargudstænasta var í Havnar kirkju týskvøldið í sambandi við, at tað eru 500 ár síðani, at Martin Luther negldi tær 95 tesurnar uppá kirkju dyrnar í Wittenberg í 1517. Søgufrøðingarnir Erling Isholm og Elin Súsanna Jacobsen greina føroyska rúsdrekkasøgu, og Árni Rein, ið er alkoholikari og leiðari á Heilbrigdið, sigur okkum um avleiðingarnar av rúsdrekka. Eisini hoyra vit brot frá 1972 og 1973 í samband við fólkaatkvøðuna tá, eins og tá rúsdrekkalógin varð broytt, og Rúsan lat upp í 1992. Vit vitja eisini í ølklubbanum Mimir, har vit hitta Sonna Smith og Nemus Napoleon Djurhuus. Eisini støkka vit inn á gólvið á Føroya Bjór, har Einar Waag og Annika Waag siga okkum hvussu mynstrið, sæð við teirra eygum, er broytt eins og nomið verður við nýggju whiskyframleiðsluna. Og vit fáa eisini vitjan av Leif Sørensen, kokki, sum sigur frá mat .og rúsdrekkamentan. Eitt nú verður nomið við, hvat riggar væl afturvið føroyskum mati. Tú kanst hoyra sendingina her Hátíðarguðstænasta úr Dómkirkjuni, nú 500 ár eru liðin, síðani Martin Luther negldi tesurnar á dyrnar í Wittenberg og reformatiónin byrjaði. Treytin fyri at flyta sildakvotur og svartkjaftakvotur til næsta ár er, at løgtingið samtykkir fiskivinnunýskipanina, so hon kann koma í gildi á nýggjárinum. Og bara tey, sum fáa fiskiloyvi eftir nýggju lógini, kunnu brúka flutta kvotu í 2018. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, boðaði frá í gjár, at til ber at flyta kvotu av norðhavssild og svartkjafti, sum ikki verður fiskað í ár, til næsta ár. Upp til ein fjórðing av sildakvotuni kann flytast, og tíggju prosent av svartkjaftakvotuni. Landsstýrismaðurin skjýtur eisini upp, at avreiðingargjaldið, sum er tvær krónur fyri kilo, verður strikað fyri sild og makrel, sum verður landaður uttanlands. Uppskot um hetta er sent løgtinginum. Veiðigjaldið fyri eginkvotur, sum verða fluttar, verður sambært lógini um veiðigjald í 2018. Tað uppskotoð verður sent til hoyringar í vikuni, sigur Høgni Hoydal. Ikki er greitt, nær Vinnunevndin kemur við sínum áliti um uppskotið um lógina um fyrisiting av sjófeingi, sum fiskivinnunýskipanin eitur. Vinnunevndin hevur framvegis innkallingar. Mánadagin eru umboð fyri býráðini í Klaksvík, Eysturkommuna, Fuglafirði, Runavík og á Tvøroyri biðin um at koma á fund við Vinnunevndina. Bólkurin Yggdrasil er innstillaður til tónlistarheiðurslønina, og bókin Hon, sum róði eftir ælaboganum eftir Rakel Helmsdal er innstillað til barna og ungdómsbókmentaheiðurslønina. Fimm fólk úr Argentina og eitt fólk úr Belgia, vóru millum tey átta sum í gjár lótu lív í eini atsókn í New York. Tað vátta uttanríkisráðharrarnir í londunum. Talan var um eina yvirgangsatsókn. Tey fimm úr Argentina vóru vinfólk, sum vóru eina ferð í New York, tí 30 ár vóru liðin síðani tey vóru liðug á tekniska universitetinum í býnum Rosario. Argentinska stjórnin finst hvassliga at álopinum, og heitir á øll lond í heiminum um at økja stríðið ímóti álopunum sum skola um allan heimin. Álopið varð framt seinnapartin í gjár, amerikanska tíð, tá ein maður í einum vøruvogni koyrdi ímóti ferðsluni í nøkrum gøtum tætt við World Trade Senter, og koyrdi á fólk sum vóru til gongu og á súkklu. Maðurin sum framdi álopið er 29 ára gamal og kom úr Tampa í Florida. Hann er føddur í Usbekistan og kom til USA í 2010, og hann hevur fingið loyvið at búseta seg í USA. Løgreglan skjeyt mannin í búkin, og hóast hann varð álvarsliga særdur, so sigur løgreglan seg rokna við, at hann kemur fyri seg aftur, so hann kann avhoyrast. Kommunan vil bøta um avgreiðslutíðina serliga hjá teimum, sum vilja byggja beinanvegin, men sum verða forðað, tí bíðilistin er langur, og tí at mannagongdir at viðgerða, senda út, fáa svar og tíðarfreistir eru forðing fyri skjótari avgreiðslu, stendur í gerðarbókini fyri býráðsfundin í gjárkvøldið. Tær stóru kommunurnar taka depositum úr 5.000,00 krónur 25.000,00 krónur. Tekniska nevndin og fíggjarnevndin í býráðnum mæla til at kommunan fer at krevja 20.000 krónur frá teimum, sum eru á bíðilista og sum frameftir koma á biðilista. Arbeiðið at stykkja út 18 nýggj grundstykkir á Fløtugerði í Leirvík er nú boðið út. Tilboð skulu verða innkomin í seinasta lagi 16. november, sæst á heimasíðuni hjá Eysturkommunu. Google hevur víst stóran áhuga fyri tólinum, og tað kann væl hugsast, at fleiri fjalltúrar vera tøkir seinni á instantstreetview , sigur P l Sundskarð. Tá bryggjan er liðug, verður næsta stóra íløgan hjá komununi møguliga ein svimjihøll. Býráðið hevur tó ikki avgjørt at byggja hana. Í ár fara eskjurnar til Rumenia. Lissi Hansen, nevndarlimur í Christmas Child, Føroyar sigur, at Føroyar er einasta land sum sleppur at avgera hvar eskjurnar, sum eru pakkaðar í Føroyum, skulu sendast. Imme Dam var millum áhoyrararnar í Klingruni í Norðurlandahúsinum týsdagin, tá nýtýdda Nýggja Testamenti, Nýggi Sáttmálin, varð lagt fram. Tað eru dømi um, at fólk hava verið um at drukna í svimjihyli, uttan at nakar hevur varnast tað. Heldur ikki tey, ið eru rundan um. Tað er av stórum týdningi, at útbúnir lívbjargarar eru við hyljarnar, tí teir altíð duga at síggja, tá okkurt er áfatt, sigur Djóni Dalsgarð, aðalskrivari í Svimjisambandi Føroya. Fýra fimleikafeløg luttaka hesaferð, og tey fara øll, eins og undan farin ár, at gera fimleik til eitt ávíst tema, sum í ár er Ættir . Altjóða veðurlagsstovnurin, World Meterological Organization, vísir í nýggjastu frágreiðing frá stovninum á, at CO2 innihaldið í lofthavinum er tað hægsta í 800.000 ár. Konsentratiónin av koltvísúrevni ella CO2 í lofthavinum liggur á 403,3 ppm, meðan hetta miðaltalið varð mált at vera 400 árið áðrenn. Sambært frágreiðingini er hækkanin eitt úrslit av menniskjaligum tiltøkum. CO2 verður verandi í lofthavinum í fleiri hundrað ár og enn longur í havunum. Vit fara at fáa eitt óvanliga heitt og ógvisligt veðurlag í framtíðini, sigur Petteri Taalas. Og eftir Parisavtaluni um veðurlagsgass, má útlátið ikki vera meir enn 42 milliardir tons, um hitin ikki skal hækka meir enn tvey stig. Formaðurin í veðurlagsnevndini hjá ST, Erik Solheim, sigur við norska kringvarpið , at tað sum nú kemur undan kavi, og tað sum er samtykt, er alt ov langt frá hvørjumøðrum. Veðurlagstoppfundur verður í Bonn í næstu viku, og høvuðsuppgávan verður at fáa greiðu á, hvussu samtyktin úr Paris kann setast í verk. Rætting Í upprunaligu greinini stóð, at útlátið av CO2 varð tað hægsta nakrantíð. Hetta er tó ikki ein av høvuðsniðurstøðunum hjá WMO. Eysturkommuna tekur undir við, at neyðugt er at fáa eina nýskipan í fiskivinnuni.Men so skrivar Johan Christiansen, at uppskotið er í ov stóran mun merkt av umfordeiling av virðum, heldur enn at vera við til at tryggja eina góða og mennandi fiskivinnu í framtíðini. Okkara sjónarmið er, at um løgtingið vil umfordeila ella javna millum føroyingar, ella tryggja landskassanum fleiri inntøkur, so eigur tað at vera gjørt við skattalóggávuni og ikki við einari fiskivinnulóggávu. Við umfordeiling meinar borgarstjórin í Eysturkommunu, at uppskotið um fiskivinnunýskipan tekur frá økjunum norðanfyri, millum annað Eysturkommunu, og býtir síðani út til miðstaðarøkið og onnur øki. Johan Christiansen sigur, at løgtingið eigur ikki at avmarka kommunurnar uttan fyri miðstaðarøkið, nú tá inntøkurnar í uppsjóvarvinnuni eru góðar. Vinnunevndin hjá løgtingimum hevur biðið umboð fyri býráðini í Eysturkommuna, Klaksvík, Fuglafirði, Runavík og á Tvøroyri biðin um at koma á fund við nevndina mánadagin. Gesturin greiðir frá Føroyingasøgu í nýggjari týðing. Eisini sigur hann frá nýggjari gransking um Føroyingasøgu. Vit hoyra Brestiskvæði, Einar Suðring og kvæðið um Sigmund og Trónd. Føroyski rithøvundurin Rakel Helmsdal var saman við tólv øðrum, norðurlendskum rithøvundum innstillað til barna og ungdómsmentaheiðurslønina. Yrkingasavnið Sunnudagsland, sum Sissal Kampmann hevur skrivað, var innstillað til bókmentaheiðurslønina, og bólkurin Yggdrasil var innstillaður til tónlistarheiðurslønina. Hon sum róð eftir ælaboganum snýr seg um 16 ára gomlu Argantael, sum hevur sett sær fyri at skræða sítt lív sundur. Ein lagnutungan dag skræðir hon síðurnar úr dagbók síni og tveitir leivdirnar á sjógv. Hon rør síðani bátin hjá unnusta sínum so langt út, at hon kann vera vís í, at hon ikki nær til lands aftur, tá hon hevur slept árunum. Bókin tekur evni upp, sum alsamt røra seg millum ungdóm uppvøkstur, vinalag, dreymar, sterkar kenslur og treytaleysan kærleika av ymsum slagi. Hóast evnið í bókini er lagnutungt, og hóast ongar lættar loysnir upp á trupulleikar eru at hóma, so er bókin skrivað við leikandi lættleika og einari framdrift í søgugongdini, sum ger hana hugtakandi og spennandi. Maurice Ross sigur við Kringvarpið, at hann var eisini í samráðingum við NSÍ, og at hann er takksamur fyri, at felagið vísti honum áhuga. Víkingur hevur landsliðsspælarar og nógvar rutineraðar spælarar. Eg vil menna teir, men eg veit eisini, at Víkingur er felagið, ið er mest mennandi fyri meg, sigur Maurice Ross. Hann takkar samstundis undanfarna venjaranum, Sámal Erik Hentze, sum hevur syrgt fyri, at Víkingur aftur í komandi ári er í Champions League kappingini Tað er eingin loyna, at miðalaldurin er høgur, og tí mugu vit hava nakrar spælarar afturat. Vónandi fer tað at eydnast at fáa nakrar ungar spælarar upp úr 1.deild. Hann sigur tó, at hann eisini ætlar sær at fáa meira burtur úr spælarum, sum longu eru í hópinum. Maurice Ross nevnir eitt nú Heðin Hansen. Um tú spyr meg, so kann Heðin Hansen spæla á landsliðnum, um hann ger tað, sum skal til. Eg ætli mær at fáa tað fram í honum, sigur Maurice Ross. Landsliðsmiðvallarin, Fróði Benjaminsen, verður fjøruti ár í desember, og hann hevur ikki gjørt av, um hann fer at spæla fótbólt í 2018. Fróði er ein fantastiskur spælari, og hann hevði styrkt øll feløg í Føroyum. Eg fari at gera mítt fyri at sannføra hann um at spæla víðari. Miðalaldurin hjá Víkingi er høgur, men tað er ikki so týdningarmikið, sigur Maurice Ross, tí fyri hansara viðkomandi snýr alt seg um hugburð. Tað er líkamikið, um spælarin er sekstan ella fjøruti. Um viðkomandi vil renna, pressa og spæla væl í 95 minuttir, so fær hann møguleikan í mínum hópi. Næstbesta liðið hjá Víkingi var mannað við ungum spælarum og endaði á øðrum plássi í 1.deild, og nýggi venjarin sigur, at hann vónar, at onkur av teimum klárar at spæla seg á Effoliðið. Víkingur hevur í ár fyri tað mesta spælt við 4 5 1 spælskipan, har tað við sera góðum skjótálopum mangan hevur eydnast væl at revsa mótstøðuliðini. Eg havi tosað við nevndina, og vit vilja klára okkum væl í steypakappingini, kappast um føroyameistaraheitið og klára okkum væl í Champions League. Teir mugu eisini tá siga mær, um teir eru tilreiðar at geva tað sum skal til, sigur Maurice Ross, sum fer at hava fyrstu venjingina við Víkingi í januar. Hagtøl um Maurice Alexander Ross Hann er 36 ár, føddur tann 3. februar í 1981. Hann kom víða sum fótbóltsspælari. Hann spældi fyri ellivu feløg Glasgow Rangers, Sheffield Wednesday, Wolverhampton Wandereres, Millwall, Viking, Kocaelispor, Aberdeen, Beijing Guoan, Motherwell, Livingston og FK Vidar. Hann vann bæði skotsku landskappingina og steypakappingarnar við Rangers. Hann skjeyt eisini fyrsta málið í steypafinaluni í League Cup í 2005, tá Rangers vann 5 1 á Motherwell. Hann var tá sera nær við at skriva undir sáttmála við West Ham, men Rangers vildi ikki lata hann fara. Sum høgribakkur spældi hann 13 landsdystir fyri Skotland. Yrkisleiðin var í hæddini, tá hann spældi fyri Rangers. Hann hevur fyrr sagt, at hann dugdi illa at tillaga seg í hini feløgini. Hann hevur fyrr verið venjari í Norra. Í tvey ár stóð hann á odda fyri Sola FK, sum spælur í fjórðbestu deildini í Norra, og í fjør var hann venjari hjá Egersunds IK, sum spælur í triðbestu deildini. Hann segði starvið hjá Egersunds IK frá sær, tí hann misti sítt borgarliga starv. Hann var venjari hjá TB FC Suðuroy Royn í 2017. Felagið endaði á áttanda plássi í Effodeildini Føroyingar eru í uppskoti til tríggjar av Norðurlendsku Mentanarvirðislønunum, ið verða latnar í kvøld. Sissal Kampmann er í uppskoti til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri yrkingasavnið Sunnudagsland, Rakel Helmsdal er í uppskoti til Barna og Ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri ungdómsskaldsøguna Hon, sum róði eftir ælaboganum, og tónleikabólkurin Yggdrasil er í uppskoti til Tónlistavirðisløn Norðurlandaráðsins. Jóhannes Andreasen umrøður tey, ið eru í uppskoti til tónlistavirðislønina, eins og vit hoyra brot við øllum teimum, ið eru í uppskoti. Bergur Djurhuus Hansen sigur okkum um verkini, ið eru í uppskoti til bókmentavirðislønina, meðan Paula Gaard sigur okkum hvørji verk eru í uppskoti til barna og ungdómsbókmentavirðislønina. Tú kanst hoyra sendingina her Summi fólk halda á fram at liva, hóast tey eru deyð. Eitt av hesum menniskjum er karismatiski sangarin og yrkjarin í amerikanska tónleikabólkinum, The Doors, The Lizard King, Mr. Mojo Rising, Jim Morrison. The Doors náddu at geva út seks plátur, tey fýra árini, teir vóru virknir, áðrenn Morrison fór foldum frá í París, 27 ára gamal í 1971. Mong kenna tónleikin hjá bólkinum, ørðvísi útsjóndina, upptraðkanina, liviháttin, røddina og provokerandi framferðarháttin hjá Morrison, men Morrison segði sjálvur, at hann fyrst og fremst var og ynskti at vera sæddur og góðtikin sum yrkjari. Men var hann tað, og um so var, hvør var hansara skaldaheimur Í samband við, at fyrstu útgávurnar hjá bólkinum, The Doors og Strange Days, í ár hava fimti ár á baki, fer Poul Niclasen í tveimum sendingum at taka okkum við á ferð í mytiska heiminum hjá Jim Morrison og The Doors í eini tíð, ið var merkt av sterkum rembingum og stórum broytingum. Vit hoyra millum annað, hvør Morrison var, hvørjum hann fekk íblástur frá, hvørjar hugsanir hann hevði um sína samtíð, og um hansara visiónir um framtíðina eru vorðnar veruleiki. Ikki minst fara vit at hyggja at hansara tekstum og yrkingum. The Lords Notes on Vision og The New Creatures komu bæði út í 1969. The American Night kom út posthumt í 1978, sama ár sum An American Prayer. Wilderness The Lost Writings of Jim Morrison, 1988. Sálmarnir, ið sungnir verða 579 Guð signi várt fólk, har tað siglir og rør 576 Nú leiti eg til tína náði 660 Mær er sagt um ein stað 544 Tíðin rennur sum streymur í á, 569 Tíðin rennur, dagur líður Theodor Eli Dam Olsen, prestur, prædikar. Við orglið situr Gudmundur Mortensen. Deknur er Marius Rein og klokkari Annfinnur Johansen. Fyri tekiska partinum í kirkjuni stóð Kári Annand Berg Í avtaluni verður bara eitt ítøkiligt tiltak nevnt. Tað er útnorðurdagurin, sum skal hátíðarhaldast árliga í øllum trimum londunum, tá heystjavndøgur er. Tá er ætlanin at leggja dent á søguna og mentanina í londunum fyri at økja um samstarvið og felagsskapin, sigur Mentamálaráðið í tíðindaskrivi. Selma Vilhunen fekk heiðurslønina fyri besta filmin, dirigenturin Susanna M lkki fekk tónlistarheiðurslønina, Jonne Hellgren, stjóri í fyrtøkuni RePack fekk umhvørvisheiðurslønina, og teknarin Linda Bondestam fekk heiðurslønina fyri barna og ungdómsbókmentir saman við svenska rithøvundanum Ulf Stark, sála. JT electric skal keypa eitt farmaskip og umbyggja tað til fóðurskip. Skipið skal vera 75 metrar langt. Tað skal latast Bakkafrosti fyri 1.juni næsta ár. Hjá JT electric starvast 35 fólk, seks teirra arbeiða í eini menningardeild, sum fæst við at menna nýggjar skipanir og vørur til alivinnuna í Føroyum og uttanlands. Sjeynda árið á rað og fyri tilsamans tólvtu ferð fær týski samveldiskanslarin, Angela Merkel, heiðurin at vera tann kvinnan, sum hevur mesta valdið í øllum heiminum, skrivar tíðarritið Forbes. Ein kvinna, sum ikki hevur verið á listanum fyrr, er Ivanka Trump, dóttir amerikanska forsetan, Donald Trump, sum eisini er ráðgevi hjá pápanum. Valdsstøðan hjá kvinnunum verður avgjørd eftir, hvussu nógvan pening, tær ráða yvir, hvussu stóra ávirkan, tær hava, og hvussu nógv tær eru í miðlunum. Og Hillary Clinton, sum royndist at gerast amerikanskur forseti í fjør, er farin 63 stig niður á listanum. Hon var nummar tvey, men nú er hon nummar 65. Á heysti í 1935 komu fleiri føroyskar sluppir í herviligt ódnarveður á Hvarvinum. Tær vóru á ferð heim úr Grønlandi og fleiri skip mundu gingið burtur. Dampskipið Blithstone sakk, men manningin varð bjargað av Coralia . Sluppin Coronet fekk tvey ógvuslig brot, sum skræddu alt omanav og gjørdu fleiri hol á skipið. Eftir at hava ligið hjálparleysir í 3 samdøgur í ringa veðrinum og síðani rikið og siglt í 13 samdøgur, komu teir inn móti Ný Foundlandi, har teir vórðu losaðir tryggir í havn. Henda ógvusliga hendingin setti eisini sín dám á tey, sum sótu heima og hugsaðu um sínu kæru. Páll Kunoy, sonur Steffan Kunoy, bestamann á Coronet, setti sær sum smádrongur fyri at hitta nøkur av teimum fólkunum, ið tóku ímóti føroysku sluppini í Ný Foundlandi. Serliga smádrongin, sum við pápanum var á veg til útróðrar, tá teir raktu við skipsbrotnu Coronet stutt uttanfyri heimbygd teirra, Wallyfield. Í summar, 65 ár seinni, eydnaðist tað honum, at hitta henda smádrongin, sum í dag er 77 ár, og saman fóru teir út á staðið, har føroyska sluppin rak fyri vág og vind. Í dag eru bert tveir av manningini á Coronet á lívi, annar er Albert Michalsen, ættaður úr Kunoy. Í sendingini fer Albert at greiða frá hendingini og longu ferðini hjá teimum úr Grønlandi og heim til Kunoyar. Vit eru eisini við á longu ferðini hjá Páll Kunoy. Frá dreymi hansara sum barn og til nú, hann hittir smádrongin og onnur, ið vóru við til at bjarga pápa hansara og hinari manniningini umborð á Coronet . Sambært uppskotinum um kunngerðina skal Umhvørvisstovan samskipa fyribyrging og rottutýning. Hon hevur heimild at áleggja kommunustýrum at skipa rottutýningina eftir ávísum leisti. Hon er ikki í Fugloynni, Svínoynni, Kalsoynni, Nólsoynni, Hesti, Koltri, Sandoynni, Mykinesi, Skúvoynni, Stóru Dímun og Lítlu Dímun og í Mykineshólmi, Trøllhøvda, Tindhólmi og Gáshólmi. Bókin er eitt savn av søgum hjá 20 kvinnum, føddar frá 1890 1932, har gerandislívið í Føroyum í 20. øld verður lýst frá kvinnusjónarhorni. Tað hevur verið ógvuliga lítið tilfar um lagnur hjá kvinnum, sum stríddust heima við hús, meðan menninir í flestu førum vóru til sjós. Aloftast verða bøkur skrivaðar um fólk, ið onkursvegna eru kend, men henda bókin lýsir lívið og gerandisdagin hjá 20 heilt vanligum kvinnum allastaðni í Føroyum, sigur Óli Jacobsen. Í bókini fortelja kvinnurnar millum annað um, hvussu kollveltandi tað var, tá vaksimaskinan kom til Føroya, tá streymur og vatn blivu løgd inn í húsini, og tá telefonin kom í hvørt hús. 29 ára gamli Sayfullo Saipov, sum koyrdi á og drap átta fólk í New York, og særdi 12 onnur, sigur, at hann framdi atsóknina fyri Islamska Statin. Saipov hevur sagt løgregluni, at hann legði atsóknina til rættis í meir enn eitt ár. Fyri tveimum mánaðum síðani gjørdi hann av, hvar atsóknin skuldi vera og fyri einari viku síðani gjørdi hann av, hvønn bil hann ætlaði at nýta. Hann bað samstundis myndugleikarnar um at heingja eitt flagg hjá Islamskum Stati upp á sjúkrastovuni. Eisini lá ein seðil í bilinum, sum yvirgangsmaðurin brúkti, og seðilin vísti til Islamskan Stat. Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur kravt, at Sayfullo Saipov verður dømdur til deyða fyri atsóknina. Hetta hevur hann millum annað skrivað á Twitter NYC terrorist was happy as he asked to hang ISIS flag in his hospital room. He killed 8 people, badly injured 12. SHOULD GET DEATH PENALTY Donald J. Trump realDonaldTrump November 2, 2017 IS drála Sambært Danmarks Radio , hevur IS tó ikki tikið ábyrgd av atsóknini enn. Hetta kann vera tí, at yvirgangsmaðurin enn er á lívi. Amerikanska samveldisløgreglan, FBI, hevur tikið ein mann aftrat, tí hon heldur at hann hevði eitthvørt við yvirgangsatsóknina í New York at gera. Kanningin er byrjað aftur, eftir at kendi mafialeiðarin, Giuseppe Graviano, óvitandi at hann varð avlurtaður, í fongslinum segði einum sum hann sat saman við, at tað var Berlusconi sum bað hann spreingja nakrar bumbur. Hetta er triðju ferð at Berlusconi verður kannaður í málinum, sum kravdi 10 mannalív, tá bumbur brustu í Rom, Milano og Firenze í 1993. Bumburnar skuldu vera hevnd fyri at mafialeiðarin, Toto Riina, varð tikin, og at myndugleikarnir herdu lógina í eini roynd at basa mafiuni. Giuseppe Graviano, er dømdur lívlanga fongsulsrevsing fyri bumbuatsóknirnar, og fyri at hava gjørt av við ein prest og tveir dómarar, sum vóru við í sakarmálunum ímóti limum í mafiuni. Í ljóðupptøkuni, sum nú er komin undan kavi, sigur mafialeiðarin, at Berlusconi bað hann spreingja bumburnar, tí tað vildi geva honum polittiskt vald. Graviano sigur eisini, at nærmasti samstarvsfelagin hjá Berlusconi, Marcello Dell Utri var millummaður ímillum Berlusconi og mafiuna. Áðrenn Rúsdrekkasøla Landsins varð sett á stovn 2. november í 1992, var einasti mátin at fáa fatur á rúsdrekka at ordra tað úr útlondunum, serliga úr Danmark. Vit tosa við Jørleif Kúrberg, avhaldsmann og limur í hondbóltsfelagnum Kyndli, sum er sprottið úr avhaldsrørsluni Losjuni, og so tosa vit eisini við Birgar Johannessen, havnarmann, sum kendi nakað til kassamentanina, áðrenn Rúsan lat upp. Nógv stendur upp á spæl, tí umframt at kappast um at blíva føroyameistari, er kappingin eisini úttøkukapping til norðurlandameistarakapping og evropameistarakapping, sum eru í desember. Kringvarpið fer at senda allar finalurnar beinleiðis Fríggjadagin 17.00 19.00 Finalur beinleiðis Leygardagin 17.00 19.00 Finalur beinleiðis Sunnudagin 17.00 19.00 Finalur beinleiðis Orsøkin er, at Svimjisambandið og feløgini vilja royna eitt svimjiár, sum líkist teimum hjá grannalondunum, har meistarastevnan á stuttgeil er í november, og tann á langgeil er við endan av skúlaárinum. Ein fyrimunur við at hava FM á stuttgeil í november er, at hendan stevna tá samstundis er náttúrligur endi á kravtíðarskeiðnum til altjóða meistarastevnurnar á stuttgeil. stevnurnar eru hvørt ár Norðurlendska meistarastevnan og Junior meistarstevnan, umframt skiftivís Evropameistarastevna ella Heimsmeistarastevnan á stuttgeil. Í ár eru altjóða meistarastevnurnar NM NJM í Reykjavík 1. til 3. desember og EM á stuttgeil í Keypmannahavn 13. til 17. desember 2017. Kravtíðirnar síggjast her. Eitt fjall er at møta jarðskorpuni, eitt stað har fólk hittast fyri at søkja tað hægsta, ella bara eina sera stóra rúgvu av lutum. At flyta eitt fjall er, at royna tað ómøguliga, men fyri tað íslendska felagið Marble Crowd virkar uppgávan sum grund fyri eini kanning, har kroppar, lutir og pallur koma saman í eini røð av fundum. Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum, sigur, at tað verður ikki í hesari tingsetuni, at lógaruppskot um dópingeftirlit kemur. Formaðurin í anti dópingarnevndini í Føroyum, Jarvin Feilberg, segði fyrr í vikuni, at dópingarmyndugleikarnir eiga at fáa atgongd til allar venjingarmiðstøðir í Føroyum og allar kappingar, sum verða fyriskipaðar. Í dag kunnu dópingarmyndugleikarnir ikki taka royndir á venjingarmiðstøðum og í sambandi við kappingar, um talan er um ítróttargreinar, sum ikki eru limir í Ítróttasambandi Føroya. Tá talan er um ítróttagreinar uttan fyri ÍSF, kann dópingareftirlitið bara gera kanningar, um venjingarmiðstøðirnar ella kappingarfyrireikararnir biðja um tað. Aðalstjórin í Mentamálaráðnum sigur, at dópingin er raðfest í landsstýrinum, eisini politiskt. Men hvussu umfatandi eftirlitið verður, ber ikki til at siga enn. Men í morgin fer landsstýrið at almannakunngera, hvussu nýskipanin kemur at síggja út, og lógaruppskotini, sum eru knýtt at henni, verða send til hoyringar. Teir endurfinna samstarvið og fara á eina nýggja rannsóknarferð. Leiðin tekur teir langt aftur í gomul skjøl í einum keðiligum kjallara í vesturbýnum og til ein annan keðiligan kjallara í Lund í Svøríki. Leygarkvøldið 30. juni verður Voxbotn 2018, ið eisini verður kallað Ársins konsertdagur , har útlendsk og føroysk nøvn fylla Vágsbotn við kendum tónum. Einki hevur verið at hoyrt frá bólkinum tey seinastu fýra árini. Fyri stuttum bórust tíðindi í donsku miðlunum um, at Nephew hevði kunngjørt nýggja konsertferð, men einki varð sagt um, at Nephew fór at upptraðka her heima. Bólkurin kunngjørdi tríggjar konsertir í Danmark, og tvær teirra eru longu útseldar. Ein fjórða konsert verður tó eisini, og hon verður á Voxbotn tann 30. juni. Tey seinastu árini hevur Voxbotn bjóðað gestum tónleikanøvn úr øllum heiminum. Millum annað hava L.O.C, Thomas Helmig og Marius fyrr verið at hoyrt á Voxbotn. Ein spanskur dómari hevur góðkent eina áheitan um at handtaka frákoyrda forsetan, Carles Puigdemont. Tað skrivar blaðið La Vanguardia. Tað er ríkisákærin í Spania, sum hevur biðið um handtøkuna eftir at Puigdemont og fýra fyrrverandi ráðharrar ikki møttu til avhoyring í Madrid í dag. Puigdemont og ráðharrarnir eru í løtuni í Belgia. Samstundis hevur dómstólurin gjørt av, at átta fyrrverandi limir í katalonsku stjórnini skulu varðhaldsfongslast. Ein kann latast leysur móti 50 túsund evrum í trygd, tað svarar til 372 túsund krónur, skrivar blaðið, El Pais. Serliga ein kann hava luft, sum minnir um Jørðina, og kann tí møguliga hýsa livandi verum, skrivar dr.dk. Tær 20 nýggju gongustjørnirnar eru í ringrás um eina aðra stjørnu enn sólina, og eru tí sonevndar exo gongustjørnur. Ein av gongustjørnunum er næstan líka stór sum Jørðin, veðurlagið minnir um tað, sum vit hava á jørðini, og eitt ár varar bara sindur longri, enn tað ger á Jørðini, 395 dagar. Tað týdningarmikla við hesum er, at nú er funnin ein gongustjørna aftrat, sum minnir um Jørðina. Tað merkir, at týttlekin er hægri. So er helst ikki neyðugt at fara so langt fyri at finna lív. Vit kunnu kanna nærmastu stjørnurnar og kanna gongustjørnurnar hjá teimum, sigur granskarin í exo gongustjørnum og professari við Niels Bohr stovnin, Lars A. Buchhave, við dr.dk. Hóast stjørnufrøðingarnir á NASA eru 70 80 prosent vísir í, at møguliga er lív á teimum 20 nýfunnu gongustjørnunum, ber ikki til at kanna tað í nærmastu framtíð. Granskarar sóu nevniliga bara ein farra av henni, tí er hon so langt frá Jørðini. Gongustjørnan, sum er nærum kopi av Jørðini, er til dømis 720 ljósár burtur, tað svarar til 6.811.725.940.258.176 kilometrar, og við tøknini, sum vit hava nú á døgum, er lítið sannlíkt, at eitt rúmdarfar verður sent avstað at kanna gongustjørnurnar, sigur Lars A. Buchhave. Megna vit at byggja rætta stjørnukikaran, heldur hann tó, at tað ber til at leita eftir lívi, soleiðis sum vit kenna tað á Jørðini, á øðrum gongustjørnum um ikki so langa tíð. Í almennari frágreiðing spyr OHCHR, um Irak tekur undir við, at revismál kunnu førast í Altjóða revsirættar dómstólinum, ICC, skrivar tíðindastovan Reuters. Ítøkiliga eru fólk hjá yvirgangsfelagsskapinum Islamskur Statur, sambært ST mannarættindastovninum, sek í at hava avrættað 741 sivilfólk í bardøgum í Mosul, skrivar franska tíðindastovan, AFP burtur úr frágreiðingini. Tey, sum hava ábyrgd av hesum, skulu standa til svars fyri ræðuligu brotsverkini, sigur Zaid Ra ad Al Hussein, sum er ST hákommisserur fyri mannarættindi. Eisini álopini hjá sameindu herdeildunum eiga at verða kannað, skrivar OHCHR, sum millum annað nevnir blóðugu luft álopini í februar í ár. Í juli tóku irakskar deildir aftur fyrrverandi miljón býin, Mosul, frá IS. Og sjálvtilnevnda kalifatið hjá IS í býnum syndraðist tá. Undir krígnum millum irakskar deildir og IS, eru IS hermenn millum annað lagdir undir at hava nýtt sivilfólk í Mosul sum skjøldur. Børn og vaksin á Margarinfabrikkini í Havn eru við eini verkætlan, sum snýr seg um at framleiða føroyskt tilfar, sum skal liggja á Youtoube. Orsøkin er, at føroysk børn hava alt ov lítið tilfar á føroyskum. Eisini eru vit í Norðurlandahúsinum, har tey í fimleikafelagnum Flog, fyrireika seg til fimleikafagnaðin. Mikukvøldið fekk danski rithøvundurin Kirsten Thorup Bókmentavirðsløn Norðurlandaráðsins. Og saman við Kisten Brix og Malan Marnserdóttir umrøða vit høvunda, skaldskap og skaldsøgu. Eisini fáa vit orðið á Sissal Kampmann, ið hevur tosað við Kirsten Thorup. Nú fjórðingsøld er liðin síðani Rúsdrekkasøla Landsins lat upp á fyrsta sinni, eins og tað fyri júst viku síðani var aðalorðaskifti á tingi um rúsdrekka og rúsdrekkapolitikk, er evnið í Eygleiðingini framtíðarperspektivið, tá talan er um rúsdrekka og rúsdrekkapolitikk. Siri Tórgarð og Aslaug Gisladóttir manna panelið. Tú kanst hoyra sendingina her Sangirnir, ið royna seg, eru hesir. Vit hava roynt at fingið fatur á Edvard Heen, stjóra í Almannaverkinum, fyri at spyrja hann um, hví familjur, sum verða raktar av álvarsligari sjúku, sóknast eftir meira hjálp frá almennu mynduleikunum. Men tað hevur ikki eydnast til hesa sendingina. Sjónvarpið sendir beinleiðis frá finalunum í morgin fríggjadag frá klokkan 17 19. leygardagin frá klokkan 17 19. sunnudagin frá klokkan 17 19. Teir endurfinna samstarvið og fara á eina nýggja rannsóknarferð. Leiðin tekur teir langt aftur í gomul skjøl í einum keðiligum kjallara í vesturbýnum og til ein annan keðiligan kjallara í Lund í Svøríki. Semingsstovnurin fer at gera enn eina roynd í dag at fáa semju millum sjúkrrøktarfrøðingarnar og lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum. Men í dag fer fer landsstýrið at almannakunngera, hvussu nýskipanin fer at síggja út, og lógaruppskotini, sum eru knýtt at henni, verða send til hoyringar. Eftir øllum at døma noyðist samgongan at leita sær hjálp í andstøðuni fyri at fáa meiriluta fyri málinum, tí Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna, sum er avgerandi atkvøðan hjá samgonguni, er ikki partur av semjuni um pensjónsnýskipanina. Sum skilst hevur samband verið millum samgonguflokkarnar og Sjálvstýri um málið, og nógv bendir á, at Sjálvstýri fer at atkvøða fyri pensjónsnýskipanini saman við samgonguni. Klaksvíkar kommuna hevur sett 20 milliónir av á fíggjarætlanini næsta ár til byggingina av skúlanunum á Skúlatrøð, og hetta er størsta einstaka íløgan hjá kommununi í 2018, sæst í tíðindaskrivi. Klaksvíkar býráð ætlar at brúka umleið níggju milliónir krónur til rennibreyt, og tvær milliónir skulu nýtast til at skifta graslíki á fótbóltsvøllinum. Vit skulu vera longur á arbeiðsmarkanaðinum, tað er ein partur av pensjónssemjuni, sum samgongan og Sjálvstýri løgdu fram fyrrapartin. Boðast skal frá broytingum í pensjónsaldrinum við 10 ára ávaring, og pensjónsaldurin kann í mesta lagi hækka hálvt ár fyri hvørja eftirmeting. Ta merkir, at at hann í mesta lagi kann hækka við hálvum ári, fimta hvørt ár. Skipanin, sum er á einum skíggja, vísir millum annað, hvussu nógvir bilar eru til arbeiðis og hvat nummar í røðini ávísi bilurin er. Danska blaðkvinnan, Charlotte Rørth, var fyri nøkrum árum síðani í Spania í arbeiðsørindum. Tá sá hon brádliga Jesus. Hetta broytti alt hennara lív. Sum ein avleiðing av hesum, skrivaðu fleiri fólk til Charlottu og søgdu frá ymsum, tey høvdu upplivað. Alt hetta hevur hon fest á blað í bókini Vit sóu Jesus . Tað munnu vera fáir føroyingar, sum ikki hava hesa bókina standandi í køkinum, sigur Oddvør Skarðhamar, er kókikona og livir av at gera mat. Hetta eru føroyskir, vanligir rættir, sum vit øll kenna, og ivaleyst altíð fara at gera. At tað so er ov nógv feitt og sukur í uppskriftunum, í mun til tað, sum vit siga er ráðiligt í dag, er nakað annað, heldur Oddvør Skarðhamar skemtiliga fyri. Fyrrapartin varð pensjónsnýskipanin lagt fram. Yvirskipaða málið við pensjónsnýskipanini er sambært landsstýriskvinnuni at gera skiftið frá arbeiðsmarknaðinum til pensjónstilveruna meira smidligt. Fíggjarliga grundarlagið hjá pensjónistum verður styrkt, fólk verða eggjað til at arbeiða meira, samstundis sum tey niðurslitnu verða loftað. Útgjaldið hækkar við 1600 krónum fram til 2020. Og so ætlar landsstýrið, at í framtíðini skulu allar veitingar frá tí almenna prístalsregulerast. Man ger eitt lyft beint nú, við at man hækkar tað, sum pensjónistarnir koma at hava eftir at liva av við 1000 krónum aftaná skatt, sigur Eyðgunn Samuelsen. Hesi skulu, sambært Eyðgunn Samuelsen, fáa møguleika at framskunda sína pensjón við upp til trimum árum tann skipanin byggir á verandi fyritíðarpensjón Sjálvt um øgiliga nógv arbeiða, so er ein fjórðingur av teimum, sum eru 65 og 66 í dag fyritíðarpensjónistar. Tað vil siga, at vit hava eitt slag av framskundaðari pensjón í dag, og tað vilja vit varðveita, sigur landstýriskvinnan. Sambært landsstýriskvinnuni er yvirskipaða endamálið við pensjónsnýskipanini at gera skiftið frá arbeiðsmarknaðinum til pensjónstilveruna meira smidligt. Tey, sum kenna seg vera væl fyri, skulu hava møguleikan at útseta sína pensjón og harvið fáa størri útgjald, tá tey einaferð pensjónerast. Sjálvstýri er ein flokkur, sum vil hava ávirkan. Stóðu vit ikki her, so stóð onkur annar flokkur her og setti síni fingramerki á pensjónsnýskipanina. Tað sigur Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýri, sum fyrrapartin skrivaði undir eitt semjuskjal við teir tríggjar samgonguflokkarnar. Vit mugu fáa eina broyting í pensjónsviðurskiftunum, soleiðis at vit kunnu tryggja bæði haldføri og pensjónistarnir í framtíðini. Hoyr samrøðuna við Jógvan Skorheim omanfyri, har hann slær fast, at Sjálvstýri er partur av einari pensjónsnýskipan og ikki einari fiskivinnunýskipan. Æsa er júst farin upp. Hon fær sær morgunmat sjálv, smyr matpakkan sjálv, vekir mammu sína við at bresta hurðina upp og rópa halló, men mamma Æsu hoyrir hana ikki. Katrine Marie Guldager skrivaði og Hjørdis Heindriksdóttir týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2017. Ria Tórgarð lesur. Vit hoyra bókina Atli noyðist at lesa hart. Mina Lystad hevur skrivað og Hjørdis Heindriksdóttir týddi til føroyskt. Ria Tórgarð lesur. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2017. Leygardagin 3. november verður tiltak við fyrilesti og kjaki, har umboð fyri Huma Etisk Forbund í Noregi luttaka. Hoyr formannin Jens Arna Leo Hammerfoss greiða frá um tiltakið og um virksemi felagsins annars Í kvøld verður konsert við Poul Arna Holm úr Hamradun og John ge Egholm úr Hamferð í McBarr í Saltangará. Talan er um akkustiska framførslu. Umframt at spæla tilfar úr respektivu bólkum fara teir at tríva í onkrar slagar sum teir siga Tað verður húgg . Hoyr prátið við teir báðar í vikuskiftissendingini Fyri at sleppa at búgva i einari lestraríbúð í Finsen, skalt tú verða lesandi, eldri enn 20 ár og tekna teg á bíðilista hjá Bústøðum. Nógv stendur upp á spæl, tí umframt at kappast um at blíva føroyameistari, er kappingin eisini úttøkukapping til norðurlandameistarakapping og evropameistarakapping, sum eru í desember. Semingsroyndin millum Sjúkrarøktarfrøðingarnar og Fíggjarmálaráðið um nýggjan sáttmála ístaðin fyri sáttmálan sum fór úr gildi 1. oktober, er endað, uttan at partarnar náddi eini semju. Tað hendi í gjárkvøldið, tá Terje Sigurðsson, semingsmaður, gavst við royndini at finna semju millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið. Tað vil siga, at arbeiðssteðgurin, sum varð fráboðaður í síðstu viku, nú verður settur í gildi. Tað eru allir narkosusjúkrarøktarfrøðingarnar á Landssjúkrahúsinum, Klaksvíkar sjúkrahúsi og Suðuroyar Sjúkrahúsi, sum fara í verkfall beinanvegin. Vit hava enn einaferð roynt at fingið ordiligar samráðingar við Fíggjarmálaráðið, men tíverri vísa tey ongan veruligan áhuga í at viðgera tey krøv, sum hava týdning fyri okkum. Hetta kunnu vit ikki góðtaka, og hava tí einki annað val enn at fara í arbeiðssteðg. Okkara limir fáa munandi minni í løn enn aðrir starvsbólkar við somu útbúgvingarlongd og ábyrgd. Tað er eingin grundgeving fyri, hví hetta er so, annað enn at hetta er ein søguligur skeivleiki. Vit hava sum felag roynt at rættað skeivleikan í nógv ár, men svarið er altíð, at peningurin ikki er til tað. skrivar Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Føroysk skip fiska frítt eftir uppsjóvarfiski. Kortini megna teir ikki at fiska kvoturnar upp, sum føroysku myndugleikarnir hava givið teimum, sigur stjórin í Fiskeb t, Audun Mar k. Hann sigur, at meðan norsku uppsjóvarskipini fiska ein triðing av árinum, fiska føroysku uppsjóvarskipini alt árið. Orsøkin er, at kvoturnar eru so stórar, at uppsjóvarflotin í Føroyum hevur ilt við at fiska tær upp. Kvoturnar hjá teimum hava ikki festi í nøkrum veruleika. Teir fiska so nógv, sum teir kunnu, og senda rokningina til tey londini, sum ikki lata síni fiskiskip bera seg at á sama hátt, sigur Audun Mar k. Audun Mar k sigur, at norðmenn hava rætt til nærum 80 av norðhavssildini, 35 prosent av makrelinum og næstan 30 prosent av svartkjaftinum, men hetta svarar ikki til tey rættindini, sum Norra hevur fingið í samráðingunum. Vit eiga at royna at finna loysnir við samskifti á mest møguliga vísundaliga grundarlagnum og við reiðiligum og sakligum grundgevingum. Tíverri hava royndirnar víst, at góðar grundgevingar ofta ikki eru nóg mikið, sigur formaðurin í Fiskeb t. Hann vísir á, at onnur strandalond, til dømis Ísland og Føroyar hava brúkt aðrar hættir at fáa stórar partar, og tað er við at krevja og fiska mest møguligt. Hetta hevur Ísland gjørt, og Føroyar hava seinastu árini valt somu framferð. Sjúkrarøktarfrøðingarnir fara nú í verkfall, eftir at semingsroyndin millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið um nýggjan sáttmála endaði, uttan at partarnir náddu eini semju. Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar sigur, at sjúkrarøktarfrøðingarnir verða ikki tiknir í álvara, og tí hava tey einki annað val enn at fara í arbeiðssteðg. Partarnir fóru hvør til sítt í gjárkvøldið. Tað eru allir narkosusjúkrarøktarfrøðingar á Landssjúkrahúsinum, Klaksvíkar sjúkrahúsi og Suðuroyar Sjúkrahúsi, sum fara í verkfall. Allar skurðviðgerðir, sum ikki eru akuttar, verða í fyrstu atløgu útsettar, nú narkosusjúkrarøktarfrøðingarnir eru farnir í verkfall. Í løtuni er fundur á Landssjúkrahúsinum millum allar leiðslurnar um, hvussu tey skulu skipa hetta. Talan er um eina framsýning við átrúnaðarligum perspektivum, sum millum annað snýr seg um ímyndir okkara um gott og ónt, sigur Kinna Poulsen, sum er kurator. Verkini á framsýningini eru framleidd í Steinprenti av listafólkunum Claus Carstensen, Erik Heide, Peter Carlsen, Anker Mortensen, Tóroddi Poulsen og Fríðu Matras Brekku. Framsýningin letur upp í kirkjukjallaranum í Hoyvíkar kirkju í dag frá klokkan 15 16. Í morgin, sunnudagin 5. november, heldur Hoyvíkar kirkja vígsludagin. Tá bjóðar kirkjuráðið morgunmat í kirkjukjallaranum klokkan 9. Øll eru vælkomin. Klokkan 11 verður hátíðarguðstænasta, har Tarira syngur. Sóknarpresturin Theodor Eli Dam Olsen prædikar, og eisini taka aðrir prestar lut undir guðstænastuni. Framsýningin sæst millum klokkan 14 og 16 frá 6. til 11. november. Samráðingarnar kundu hildið fram, men tað vildu sjúkrarøktafrøðingarnir ikki, og hetta lýsir eisini væl, hvussu ósemjusøkjandi teir eru. Tað sigur Jan Mortensen, stjóri á Lønardeildini. Kevin Spacey er millum annað ákærdur fyri at hava gjørt seg inn á sjónleikaran Anthony Rapp, tá Rapp var bert 14 ár. Tað skrivar BBC. Bretska løgreglan er farin undir at kanna ákærur móti Kevin Spacey. Hann hevur eftir øllum at døma gjørt seg inn á fleiri menn, men Kevin Spacey sigur seg einki av hesum minnast. Netflix vil tískil ikki halda fram at samstarva við Kevin Spacey hvørki í væl umtóktu røðini House of Cards, har hann hevur høvuðsleiklutin sum Frank Underwood, ella í filminum Gore, sum átti at komið út í næstum, har Spacey eisini hevur høvuðsleiklutin. Netflix arbeiðir í løtuni við at finna útav, um framleiðslan av House of Cards kann halda fram uttan Spacey. Framleiðslan av røðini er fyribils steðgað. Í fráboðanini, sum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar handaði stjóranum á lønardeildini fríggjakvøldið, verður boðað frá víðkaðum arbeiðssteðgi galdandi fyri Meðan arbeiðssteðgur er, noktar Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar sínum limum at luttaka í sjúklingaflutningi. Arbeiðssteðgurin er galdandi frá mánamorgni 6. november 2017 kl 08.00. Eftir, at samráðingarnar millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið endaðu uttan eina semju í gjárkvøldið, sendi Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar narkosusjúkrarøktarfrøðingarnar til hús beinanvegin. Sambært Fíggjarmálaráðnum er tað ein óheimilaður arbeiðssteðgur. Óluva í Gong tvíheldur tó um, at tey høvdu rættindini til at koyra tær heim beinanvegin. Sambært henni setti semingsmaðurin onga tíð á, tá hann útsetti verkfallið, og tá hann gavst við semingsroyndunum í gjárkvøldið, hevði Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar rætt at koyra narkosusjúkrarøktarfrøðingarnar heim. Tað er enn ógreitt, nær málið verður lagt fyri í Fasta Gerðarrætti. Lesandi, sum hava fingið leigusáttmála til nýggju íbúðirnar í Marknagili, sum smápartafelagið Mark byggir, hava skrivað undir uppá, at tey fara út úr íbúðunum í juli mánað. Sambært Gordon Rajani, sum stendir aftanfyri Mark, er tað neyðugt, at tey flyta út ein mánað um árið, fyri at leigukostnaðurin kann vera so bíligur sum møguligt. Annað byggistig fevnir um 55 íbúðir og ein bygning við felagshølum, sum kunnu leigast, og tað verður væntandi liðugt í mai, sigur Gordon Rajani. Tá fara sjúkrarøktar fakligu varastjórarnir á øllum trimum sjúkrahúsunum. Eisini leiðarin á Uttanlandstænastuni, depilsleiðarar á kirurgiska og medisinska deplinum á Landssjúkrahúsinum og haraftrat allir deildarleiðarar og varadeildarleiðarar á øllum sjúkrahúsunum undantikið á psykiatriska deplinum. Longu fríggjadagin vóru narkosu sjúkrarøktarfrøðingarnir sendir í verkfall, eftir at semingsmenninir steðgaðu semingsroyndini. Og í gjár boðaði felagið frá, at arbeiðssteðgurin verður víðkaður. Sjúkrarøktarfrøðingarnir og Lønardeildin hava sitið við samráðingarborðið síðan mánadagin, men uttan at nakar sáttmáli spurdist burturúr. Lønardeildin sigur, at verkfallið er ólógligt, tí semingsmaðurin onga fráboðan hevur fingið. Ætlanin er at koyra málið í ein gerðarætt. Ætlanin er, at deildin í Føroyum skal hava eina nýggja tyrlu, og tí verða venjingar nú gjørdar saman við fregattini Esben Snare fyri at vita, hvussu tyrlan ber seg at í illveðri. Seahawk tyrlurnar loysa av Lynx tyrlurnar hjá donsku sjóverjuni. Seinastu árini hava skipini hjá Arktisk Kommando undir Føroyum ikki fast havt tyrlu, men hetta verður broytt nú, sigur Michael Hjorth. Jan Mortensen, stjóri á Lønardeildini, sigur við útvarpið, at málið verður viðgjørt sum skundmál og at hann væntar at fáa ein úrskurð í dag. Tá fara sjúkrarøktar fakligu varastjórarnir á øllum trimum sjúkrahúsunum. Eisini leiðarin á Uttanlandstænastuni, depilsleiðarar á kirurgiska og medisinska deplinum á Landssjúkrahúsinum og haraftrat allir deildarleiðarar og varadeildarleiðarar á øllum sjúkrahúsunum undantikið á psykiatriska deplinum. Longu fríggjadagin vóru narkosu sjúkrarøktarfrøðingarnir sendir í verkfall, eftir at semingsmenninir steðgaðu semingsroyndini. Og í gjár boðaði felagið frá, at arbeiðssteðgurin verður víðkaður. Sjúkrarøktarfrøðingarnir og Lønardeildin hava sitið við samráðingarborðið síðan mánadagin, men uttan at nakar sáttmáli spurdist burturúr. Ein talsmaður hjá belgisku ákærumyndugleikunum í Bruxelles váttar á tíðindafundi í dag, at fyrrverandi forsetin í Katalonia, Carles Puigdemont og fýra av hansara ráðharrum hava givið seg upp í hendurnar á belgisku løgregluni. Á tíðindafundinum var boðað frá, at teir fimm, sum eru eftirlýstir av sponsku myndugleikunum, hava meldað seg sjálvar til belgisku myndugleikarnar klokkan 17 minutir yvir 9 í morgun. Teir fimm eru í varðhaldi og verða avhoyrdir seinnapartin av einum belgiskum dómara, sum innan 24 tímar skal taka støðu til, um evropeiska varðhaldsboðið hjá sponsku myndugleikunum skal setast í verk. Varðahldsboðið var sent út fyrr í vikuni eftir at Puigdemont og teir fýra ráðharrarnir ikki møttu til avhoyringar í rættinum í Madrid hósdagin. Landið fer at spara nógvar pengar upp á pensjónsnýskipanina. Ikki beinanveg, men sum árini ganga. Tað stendur í uppskotinum til pensjónsnýskipan, sum samgongan og Sjálvstýrið løgdu fram fríggjadagin. Eisini kommunurnar fáa meira burturúr, lovar nýskipanin. Á Finsen eru 33 lestraríbúðir, harav fýra eru egnaðar til fólk við rørslutarni. Talan er um 20 eitt rúms íbúðir upppá 30 53 fermetrar og 11 tvey rúms íuðir uppá 102 fermetrar. Eitt rúms íbúðirnar kosta millum 3.300 og 5.500 krónur, og tað ber ikki til, at gera tað bíligari, sigur Andras Róin, stjóri á Bústøðum. Tær stóru eitt rúms íbúðirnar eru 55 fermetrar og eru væl egnaðar til at fleiri búgva har. Eitt nú støk við einum barni, ella eitt par, sigur Andras Róin. Lestraríbúrðirnar eru sum so ikki bíligari enn aðrar íbúðir hjá Bústøðum einasti munurin er, at tú skalt vera lesandi fyri at sleppa at leiga har. Til lestrar íbúðirnar hoyrir vaskarí við trimum vaksimaskinum og tveimum turkitrumlum. Fleiri av teimum minnu íbúðunum hava hems, og 25 av íbúðunum hava altan. Tvær lyftir eru í bygninginum. Vit fingu orðið á Andras Róin eftir hátíðarhaldið í fríggjadagin, sum var í sambandi við at gamli Kommunuskúlin er so gott sum liðugt umvældur. Í tí sambandi bjóðaði kirkjuráðið til morgunmatar í kirkjukjallaranum klokkan 9 í morgun, og hátíðarguðstænasta var hildin klokkan 11, har fleiri prestar luttóku. Vit vóru til morgunmatin, har vit hittu Theodor Eli Dam Olsen, sóknarprest í Hoyvík, og vit spurdu hann millum annað um, hvørt nýggja kirkjan í Hoyvík hevur fingið fleiri at ganga í kirkju. Tað er ikki vist, men kirkjan hevur nógvar funktiónir, og tað er av stórum týdningi, at ein býlingur í vøkstri hevur eina kirkju, sigur presturin. Umleið 200 fólk eru ofta í kirkju ein vanligan sunnudag, men tað hendir eisini at 300 400 koma í kirkju, uttan at nøkur serlig hending er, sigur Theodor Eli Dam Olsen. Í sambandi við hátíðarhaldið er listaframsýning, sum Kinna Poulsen er kurator á, í kirkjukjallaranum. Hon er at síggja millum klokkan 14 16 fram til 11. november. Arbeiðssteðgurin, sum sjúkrarøktarfrøðingarnir fráboðaðu fríggjadagin er ikki ólógligur. Tað er niðurstøðan hjá Fasta Gerðarrætti, sum hevur viðgjørt eina kæru frá lønardeildini, sum skundmál. Gerðarrætturin skuldi taka støðu til, um arbeiðssteðgurin sum narkosusjúkrarøktarfrøðingarnir fóru í fríggjakvøldið tann 3. november 2017 er eitt óheimilað stríðsstig frá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar vegna ónøktandi fráboðan. Stykki 4 í avtaluni millum partarnir um fráboðanarform og fráboðanarfreist undan arbeiðssteðgi ásetir, at um sáttmálin er farin úr gildi, kann arbeiðssteðgur ikki verða fráboðaður, fyrr enn samráðingar um nýggjan sáttmála eru endaðar. Sambært frágreiðingunum og skjalatilfarinum var langt millum partarnir undir samráðingunum um nýggjan sáttmála. Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar vildi sum ta fremsta samráðast um lønarkarmar og fíggjarlig viðurskifti, og sá ikki orsøk til at halda áfram við samráðingum, tá ið Fíggjarmálaráðið tann 27. oktober 2017 eftir ásetta freist ikki vildi viðgera hetta kravið. Soleiðis sum málið er upplýst, metir Fasti Gerðarrættur, at Fíggjarmálaráðið var vitandi um kravið og sjónarmiðið frá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Út frá frágreiðingunum frá pørtunum, umstøðunum í málinum og skjalatilfarinum, metir Fasti Gerðarrættur tí, at samráðingarnar um nýggjan sáttmála vóru endaðar, tá ið Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar gav fráboðan um arbeiðssteðg tann 27. oktober 2017. Fasti Gerðarrættur metir, at fráboðanin um arbeiðssteðg tann 27. oktober 2017 leyk krøvini til fráboðanarform og fráboðanarfreist sum ásett í stk. 2 og stk. 3 í avtaluni millum partarnir. Eftir at fráboðan um arbeiðssteðg var móttikin hjá Fíggjarmálaráðnum, boðsendi Fíggjarmálaráðið semingsstovninum. Hóast Fíggjarmálaráðið hevði sipað til møguliga seming í teldupostsamskifti áðrenn arbeiðssteðgurin varð lýstur, metir Fasti Gerðarrættur ikki, at tað er at rokna sum, at semingsstovnurin var boðsendur áðrenn. Soleiðis sum stykki 4 í avtaluni um fráboðanarform og fráboðanarfreist er orðað, metir Fasti Gerðarrættur ikki, at avtalan inniheldur eitt krav um nýggja fráboðan um arbeiðssteðg, um so er at semingsstovnurin aftaná eina lógliga fráboðan um arbeiðssteðg kemur upp í málið. Semingsmaðurin útsetti arbeiðssteðgin uttan nakra tíðaráseting, og Fasti Gerðarrættur metir ikki, at fráboðanin um arbeiðssteðg fall burtur við útsetingini. Fasti Gerðarrættur metir tí, at arbeiðssteðgurin sum narkosusjúkrarøktarfrøðingarnir fóru í fríggjakvøldið tann 3. november 2017, eftir at semingsmaðurin hevði boðað frá, at semingin var endað, var lógliga fráboðaður við skrivinum frá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar tann 27. oktober 2017. Fasti Gerðarrættur sigur tí henda Úrskurð Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar fær viðhald í kravinum um frídøming. Partarnir bera, sambært sáttmála um Fasta Gerðarrætt og reglugerð um gjøld, hvør sína helvt av málskostnaðinum eftir nærri uppgerð. 126 nýggjar lestraríbúðir í Havn. Tað ljóðar gott men trøðini vaksa vanliga ikki inn í himmalin, og tað gera tey heldur ikki hesu ferð Í Marknagili kosta bingju íbúðirnar hjá smápartafelagnum Mark millum 3990 og 6000 krónur, og her skulu tey lesandi skriva undir uppá, at tey fara út ein mánað um árið. Bæði stjórin í Bústøðum og stjórin í smápartafelagnum MARK, sum byggja lestraríbúðir, eftirlýsa býli stuðul til tey lesandi, tí íbúðirnar kunnu ikki gerast bíligari, siga teir. Konsert við Føroya Symfoniorkestri og kóri Fagnaðarkonsert í sambandi við at tað eru 500 ár síðani trúbótina. Konsertskrá Beethoven Coriolan Ouvertura Mendelssohn Reformation symphony Kári Bæk Nýskrivað verk fyri kór og orkestur við Sálminum úr ref. symf Vár Guð er føst og haldgóð borg Vaughn Williams 100 Words Psalm Dirgentur Bernharður Wilkinson Hetta er ein avleiðing av, at tað ikki eydnaðist at fáa semju millum Lønardeildina og felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum um nýggjan sáttmála. Semingsmaðurin steðgaði semingsroyndunum fríggjadagin. Tá fóru 16 narkosu sjúkrarøktarfrøðingar í verkfall. Um vikuskiftið avgjørdi Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar at víðka verkfallið til fleiri leiðandi starvsfólk. Fimm kommunur eru boðsendar at møta í Vinnunevndini hjá løgtinginum fyrrapartin at siga sína hugsan um lógaruppskotið hjá landsstýrinum um eina fiskivinnunýskipan. Klaksvíkar Kommuna, Tvøroyrar Kommuna, Eysturkommuna, Fuglafjarðar Kommuna og Runavíkar Kommuna hava fingið ein hálvan tíma í part saman við Vinnunevndini fyrrapartin. Jógvan Skorheim er bæði borgarstjóri í Klaksvík og limur í Vinnunevndini hjá løgtinginum. Hann hevur áður sagt, at fiskivinnunýskipanar uppskotið hjá landsstýrinum fær stórar fíggjarligar avleiðingar fyri Klaksvíkar Kommunu, sum kemur at missa nógva inntøku. Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu, skírir lógaruppskotið at vera merkt av umfordeiling av virðum, heldur enn at vera viðvirkandi til at tryggja eina góða og mennandi fiskivinnu í framtíðini. Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar Kommunu og fyrrverandi løgtings og landsstýrismaður fyri Tjóðveldi, hevur alment funnist hvassliga at fiskivinnu nýskipanar uppskotinum. Torbjørn Jacobsen skírir uppskotið at vera sera fløkjasligt, og harumframt hevur hann sett stór spurnartekin við ætlaðu menningarkvoturnar. Kristin Michelsen er bæði borgarstjóri á Tvøroyri og partur av samgonguni. Sambært samgonguleiðarunum er samgongan samd um fiskivinnunýskipanar uppskotið. Leigumálið hjá Sjóvinnustýrinum í Vágum endar nú í løgtinginum. Poul Michelsen, landsstýrismaður í Vinnumálum, sum varir av Sjóvinnustýrinum, skal svara eini røð av spurningum um leigumálið millum Sjóvinnustýrið og smápartafelagið Jim S. , sum eigur bygningin á Hálsi 1 í Sørvági, har Sjóvinnustýrið hevur hildið til síðani mai í fjør. Ingolf S. Olsen, tingmaður fyri Tjóðveldi, vil hava at vita, hvat er so galið við leigumálinum, at neyðugt er at uppsiga tað og flyta haðani í skundi. Tingmaðurin vil hava landsstýrismannin at útgreina, hvørjar heisuligar avleiðingar hølisviðurskiftini hava havt fyri starvsfólkini, og hvørji krøv leigarin setti til leigumálið. Eisini vísir Ingolf S. Olsen á, at útleigarin sigur seg ikki vera slopnan til orðanna mótvegis myndugleikunum í hesum máli. Eitt nú vísir hann á, at ymsar kanningar eru gjørdar av inniklimanum í bygninginum, ið síðani eru lagdar til grund fyri krøvunum hjá Arbeiðseftirlitinum. Men útleigarin viðurkennir ikki hesar kanningar, og hevur tí biðið um at fáa uttanhýsis serfrøðingar at gera óheftar kanningar av bygninginum. Tað hevur ikki borið til. Í síðstu viku kom fram, at Sjóvinnustýrið nú flytir úr bygninginum í Vágum í ein skrivstovubygning í Havn. Har skal stovnurin halda til, til nýggjur bygningur stendur klárur at flyta inn í, onkustaðni í Vágum, væntandi um eini tvey ár. Fríggjadagin bað Poul Michelsen løgtingið um 13,7 milliónir krónur til ein nýggjan skrivstovubygning til Sjóvinnustýrið. Hóast landsstýrismaðurin í vinnumálum í lógaruppskotinum biður um heimild at brúka pengarnar, so kann Poul Michelsen enn ikki upplýsa fyri løgtinginum, hvar bygningurin skal byggjast. Ikki annað enn at bygt verður í Vágum. Í viðmerkingunum til lógaruppskotið stendur bara, at bæði Vága Kommuna og Sørvágs Kommuna hava víst á tøk grundøki, sum Sjóvinnustýrið kann langtíðarleiga og síðani byggja á. Fíggjarmálaráðið sigur í sínum viðmerkingum til lógaruppskotið, at tað er óheppið, at landsstýrismaðurin hvørki kann vísa á, hvar bygningurin skal byggjast ella hvør leigan fyri lendið verður. Sambært lógaruppskotinum fær landsstýrismaðurin heimilst at brúka í mesta lagi 13,7 milliónir at byggja fyri. Ætlanin er at byggja ein bygning, sum er 900 fermetrar til støddar. Í viðmerkingunum til lógaruppskotið sæst, at Landsverk metir ein slíkan bygning fara at kosta millum 13,7 milliónir og 15,9 milliónir krónur. Eftir ætlan skal flytast inn í nýggju hølini á heysti í 2019. Óluvá í Gong, forkvinna, sigur, at tey ikki hava tikið støðu enn, tey bíða eftir, um tey frætta frá Fíggjarmálaráðnum. Men seinnapartin fara tey at taka støðu til, um tiltøkini skulu víðkast. Fríggjadagin fóru narkosusjúkrasystrarnar í verkfall, og klokkan 8 í morgun var arbeiðssteðgurin víðkaður, so sjúkrarøktar fakligu varastjórarnir á øllum trimum sjúkrahúsunum fóru í verkfall. Eisini leiðarin á Uttanlandstænastuni, depilsleiðarar á kirurgiska og medisinska deplinum á Landssjúkrahúsinum og haraftrat allir deildarleiðarar og varadeildarleiðarar á øllum sjúkrahúsunum undantikið á psykiatriska deplinum, eru farin í arbeiðssteðg. Leygardagin 4. november vóru 10 ár síðani at Hoyvíkar Kirkja varð vígd og í tí sambandi lat ein listaframsýning upp í kirkjukjallaranum. Talan er um eina framsýning við átrúnaðarligum perspektivum, sum millum annað snýr seg ímyndir okkara um gott og ónt, sigur Kinna Poulsen, sum er kurator. Vit vóru við, tá hon hongdi myndirnar upp hósdagin í farnu viku. Øll verkini á framsýningini eru framleidd í Steinprenti av listafólkunum Claus Carstensen, Erik Heide, Peter Carlsen, Anker Mortensen, Tóroddi Poulsen og Fríðu Matras Brekku. Framsýningin verður at síggja millum klokkan 14 og 16 frá 6. til 11.november. Neyðugt er at herða lógina fyri innflyting av plantum. Tað heldur Sjúrður Hammer, fuglafrøðingur. Hann vísir á, at helst eru bæði flatmaðkur og vespur komnar til Føroya við innfluttum plantum. Vandi er eisini fyri, at fremmandar plantur fáa fótafesti og kunnu oyðileggja føroysku náttúruna, sum vit kenna hana. Hetta er sjeyndu ferð, at ungdómsting er á løgtingi. Seinast luttóku seks skúlar. Tá vóru 12 lógaruppskot viðgjørd, sæst á heimasíðuni hjá løgtinginum. Pensjónsnýskipanin varð løgd fyri Løgtingið í síðstu viku. Tað eru samgonguflokkarnar og Sjálvstýri, sum leggja uppskotið um pensjónsnýskipan fram. Rógvi Olavson greiðir frá, hvørjar størstu broytingarnar eru, og hvørjar ósemjurnar millum samgongu og andstøðu eru. Nú fer Sámal Erik Hentze at venja kappingarneytan og grannan, NSÍ, komandi kappingarár. Hann hevur hugsað seg væl og virðiliga um, sigur hann, og fekk hug at taka við starvinum, hóast hann ætlaði sær at taka ein steðg frá fótbólti. Formaðurin í Fólkaflokkinum hevur lagt uppskot fram til samtyktar, har hann heitir á landsstýrið um at fyrireika og leggja fram lógaruppskot, sum gevur kommunum heimild at lata foreldrum pening, sum barnaansing kostar fyri kommuna. Hetta er tí, at hann heldur, at foreldur sjálvi skulu fáa frælsi at velja ansing fyri síni børn. Síggj uppskotið til samtyktar her . Formaðurin í Pedagogfelagnum, Jógvan Philbrow, heldur ikki, at hetta er eitt gott hugskot. Hann metir, at tað ikki tryggjar børnunum líka góðar treytir til góða menning og uppaling. Harafturat heldur hann, at hetta eisini lokkar kvinnurnar úr arbeiðsmarknaðinum. Øll trý sjúkrahúsini hava útsett skurðviðgerðir, eftir at felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum hevur lýst verkfall. Talan er um millum 40 og 50 fólk sum eru send til hús, upplýsa sjúkrahúsini. Tað er ikki loyvt at koyra fólk út úr leiguíbúðum í eina mánað um árið og tað er uttan mun til um tað er lestraríbúð ella næmingaheim, sigur Andrass Holm Arge, formaður í leigunevndini. Kortini hevur skúlaheimið í Marknagili havt hesa siðvenju í nógv ár. Her skulu næmingarnir út bæði í summarfrítíðini og í vikuskiftinum. Orsøkin kann vera at leigulógin er nýggj, og tí tekur tað tíð at broyta siðvenjur, sigur Andrass Holm Arge, formaður í leigunevndini. Leigulógin er í løtini til hoyringar, og tað er upp til landsstýriskvinnuna í almannamálum, um hon vil gera undantøk í lógini, so tað verður loyvt at koyra fólk út í summarfrítíðini, sigur Andrass Holm Arge. Sitandi samgonga hevur gjørt tvær semjur við Sálvstýrisflokkin í stórum málum í seinastuni. Fyrst í sambandi við fíggjarlógina og nú í sambandi við pensjónsnýskipanina. Hetta er ikki vanligt í føroyskum tingarbeiði, sigur Hallbera West, sum skrivar PhD um parlamentariskt eftirlit og sambandið millum andstøðu og samgongu við útgangsstøði í løgtinginum. Men eru nýggjar tíðir á veg Tað er ikki vist, sigur Hallbera West. Tað kann vera eitt tekin um, at samgongan er sperd, og at Sonja Jógvansdóttir hevur lagt samgonguna undir ov stórt trýst. Hoyr samrøðuna við Hallberu West her Vit hoyra fyrra part av bókini Við fullari ferð. Ingelin Røssland skrivaði og Hjørdis Heindriksdóttir týddi. Ria Tórgarð lesur. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2017. Tá fara allir sjúkrarøktarfrøðingarnir á B7 á landssjúkrahusinum eisini í vekrfall. Talan er um 22 sjúkrarøktarfrøðingar, og tað merkir tá eisini, at deildin verður lagt. Óluva í Gong forkvinna í sjúkrarøktafelagnum sigur, at felagið hevur sent eina víðkaða fráboðan í fíggjarmálaráðið, har boðað varð frá, at allir sjúkrarøktarfrøðingar, ið starvast á B7 á Landssjúkrahúsinum, fara í verkfall. Vit halda, at vit eiga at geva fíggjarmálaráðnum tíð til at hugsa seg um, og vit koma gjarna til samráðingarborðið til ein og hvørja tíð. Soleiðis sigur Óluva í Gong og skoytir uppí, at tey meta hetta verða rætta stig at taka. FM á stuttgeil um vikuskiftið var soltin, tá tað kemur til at seta met. Bara tvey met vórðu sett hetta vikuskiftið, og tey komu bæði á fyrsta kappingardegnum. Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag legði hart út og tók eitt tíggju ára gamalt met í síni fyrstu finalu, tá hon svam 100 metrar frí við tíðini 57.09. Havnar Svimjifelag vann føroyameistarakappingina sannførandi við 24 gull, 13 silvur og 14 bronsu. Nummar tvey var Suðuroyar svimjifelag við 9 gull og Ægir á triðja plássi vann 8 gull. Hendan túrin er ein av teimum fýra motorunum ikki inni í skipanini og tí siglir Smyril bara við trimum motorum. Ein av maskinmonnunum, Sam Vang, sigur, at teir hava funnið orsøkina. Tað er ein tekniskr feilur, sum nú er rættaður. Hann sigur, at vanliga hevur Smyril økonomiferð,su er eina 18 20 míl. Liljan Hildibjartsdóttir hevur siglt við Smyrli síðani í januar mánaði. Men hon hevur áður verið við gamla Smyrli. Fleiri systar hava siglt við Smyrli í mong ár. Martin Eið er ein av teimum, sum stýra ferðsluni á dekkinum. Han hevur verið við í eitt ár. Hann sigur, at tey hava merkt væl, at Varðin Pelagic ikki flytir fiskavøru sum er eftir at virkið brann í grund. Óli Breckmann fer til Suðuroyar í morgun og hugleiðr um stóru broytingarnar í okkara ferðingarmnstri. N gv fólk minnast, at tað tók tríggjar dagar at ferðast úr Vági til Viðareðis. Formaðurin í Starvsmannafelagnum, fer til Suðuroyar at fundast við alment lønt starvsfólk. Hann sigur, at tað er umráðandi at formaðurin vísir kemur út um landið. Ruth millum Garðarnar fæ frívakt og ger sg til at fara í land á Krambatanga. Hon gleðir seg at koma heim til børnini eftir eina viku umborð á Smyrli. Tá Smyril leggur at á Krambatanga kemur Ronald Robertson umborð við reinum seingjarklæðum frá vaskarínum á Suðuroyar Sjúkrahúsi og eftir teimum skitnu seingjarklæðunum hjá manning og ferðafólki. Hilmar Eliasen, stjóri á Strandfaraskipum Landsins, sigur, at á suðuroyarleiðini er nógv vaksið síðani nýggi Smyril kom. Strandferðslan hevur gjørt okkurt átak fyri at fáa fleiri útlendsk ferðafólk at vitja Suðuroynna. Úrslitið av tí sæst ikki í tølunum fyrr enn næsta ár. Skipari henda túrin er Marius Hansen. Hann hevur siglt við Smyrli í nógv ár og sigur, at vit gloyma teir ringu túrarnar. Hann sigur, at fólk eru ikki serliga tolin tá Smyril avlýsir túrar fyri veður. Tað verða eingir túrar avlýstir til stuttleikar. Ella Nolsøe Petersen úr Vági siglir nógv við Smyrli og hon setist ongantíð aftur fyri veður. Ella sigur, at skipið kann metast sum ein motorvegur millum Havina og Suðuroynna. Jónfríð Hjelm er kokkur umborð í dag. Hon sigur, at eftir ein langan dag í Havn er tað vanligt at fólk fáa sær ein góðan bita umborð á túrinum suðureftir. Finnbjørn Hermansen hevur siglt við Smyrli og avloysti fyrstu ferð umborð á Teistanum i 1976. Og síðani 1980 hevur hann siglt fastur við Smyrli. Eik Banki bleiv meldaður fyri at hava villett TAKS í juli mánað. Fútin hevur enn ikki tikið støðu til, um hann fer at seta fram skuldseting. Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík og fyrrverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum fyri Tjóðveldi, ger eisini á sosialu miðlunum vart við, at uppskotið er sera fløkt, og tað er merkt av sosialpolitikki og umfordeilingspolitikki. 29 ára gamli framherjin hevur drúgvar royndir í føroyskum fótbólti, og 07 Vestur skrivar á síðuni, at hetta er ein fongur fyri felagið. Lógin um familjuískoyti hevur skjótt virkað í umleið tvey ár, og tað vísir seg, at tað eru í høvuðsheitum stakir uppihaldarar, sum hava rætt til veitingina. Av teimum 267 familjunum, sum hava fingið familjuískoyti í ár, eru bara 34 pør, ella 13 prosent. Hini 87 prosentini eru stakir uppihaldarar. Fíggjarnevndin hevur spurt landsstýrismannin, hvussu játtanin til umvæling av almennum bygningum er brúkt. Hetta er ein játtan, sum er 21 milliónir krónur í ár. Fyrsti flokkurin er Lógar og myndugleikakrøv , og hesin er tann mest átrokandi. Her er talan um bygningar, sum ikki lúka mynduleikakrøv, til dømis brunakrøv. 28 prosent av játtanini verður brúkt til hendan flokkin í ár. Men hetta merkir tó ikki, at komið er á mál við hesum flokkinum, sigur landsstýrismaðurin við fíggjarnevndina. Tað vil siga, at tað framvegis eru bygningar hjá landinum, sum ikki lúka ásettu krøvini. Onki stendur um, hvørjir hesir bygningarnir eru. Næsti bólkurin er tað, sum eitur Álvarsligt. Hetta eru ognir, sum eru sera illa farnar. Til dømis kunnu tað vera beinleiðis lekar í loftinum, soppavøkstur og annað. 65 prosent av játtanini verður brúkt til hendan flokkin í ár. Og so eru næstan ongir pengar eftir til hinar bólkarnar, sum eru vanligt viðlíkahald, brúkaraynski og orkuátøk. Seks prosent av játtanini verður brúkt til vanligt viðlíkahald av teimum 240.000 fermetrunum av almennu bygningunum, og eitt prosent fer til orkuátøk, sigur Henrik Old, landsstýrismaður, í svarinum til fíggjarnevndina. Vit hoyra annan part av bókini Við fullari ferð. Ingelin Røssland skrivaði og Hjørdis Heindriksdóttir týddi. Ria Tórgarð lesur. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2017. Tann mest ítøkiliga broytingin er helst hon, at pensjónsaldurin hækkar úr 67 til 67,5 í 2025, og í 2030 hækkar pensjónsaldurin so til 68 ár. Tað skal vera meira lønandi at arbeiða eftir pensjónsaldur, skipanin skal styrkja haldførið og framtíðartryggja vælferðarsamfelagið, og síðst men ikki minst skulu pensjónistar við lágari ella miðal inntøku fáa hægri pensjón. Við núverandi skipan er tað eingin munir á fólkapensjónsútgjaldinum hjá einum løntakara um pensjónsaldur, ið hevur eina inntøku áljóðandi 150.000 og einum, sum hevur eina inntøku áljóðandi 500.000 árliga sí myndina niðanfyri. Tølini á vandrætta ásanum ímynda árliga inntøkuna hjá einum um pensjónsaldur, meðan lodrøttu tølini ímynda fólkanpensjónsútgjaldið. Júst hesi tølini eru galdandi fyri ein stakan pensjónist. Allir persónar, ið eru farnir um pensjónsaldurin, hava rætt til fólkapensjón, ið er eitt útgjald frá landinum. Útgjaldið er tengt at eitt nú, hvussu stóra inntøku, pensjónisturin hevur. Borghild Dam Jacobsen, dagligur leiðari í Mimir, og Eyðfinn Thomsen, formaður í nevndini í Mimir, greiða frá virkseminum hjá skeinkistovuni. Eitt úrval av bókunum, sum streymaðu frá útheiminum til lítla høvuðstaðin í Norðuratlantshavinum í árunum rundan um 1828, er at síggja á Landsbókasavninum. Bøkurnar gjørdust partur av Færø Amts Bibliotek og vóru við til at byggja føroysku bókligu mentanina. Góðan Morgun Føroyar hitti Vígdis Bjarnadóttir, bókavørð, og Ole Wich, fyrilestrahaldari. KLokkan 10 fyrrapartin lótu kirkjudyrnar upp til kirkjuráðsval. Í hesum sambandi kom Jógvan Fríðriksson, bispur, í útvarpsstovuna at greiða frá og svara spurningum frá lurtarum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur lýst verkfall. Í løtuni eru 46 sjúkrarøktarfrøðingar í verkfalli, og hósdagin fara 22 aftrat. Um man samanber við aðrar bólkar, sum liggja á sama støði, so er ikki so stórur munir á lønini hjá teimum og øðrum, sigur Jan Mortensen, stjóri á Lønardeildini Allar útbúgvingar telja 240 ECTS ella útbúgvingarstig, og tað merkir, at útbúgvingartíðin er hin sama. Tó hava sjúkrarøktarfrøðingar eitt nú eisini kliniska praksis, ið er eitt ár. Byrjunarløn Endaløn Sjúkrarøktarfrøðingur 25.260,85 29.617,05 Pedagogur 25.423,01 29.446,66 Lærari 25.560,49 33.139,51 Tað merkir, at viðkomandi í minsta lagi kann tjena byrjunarlønina og í mesta lagi tjena endalønina. Hetta er tá uttan eyka leiðsluábyrgd, sum ger, at lønin broytist. Byrjunarlønin hjá hesum trimum fakbólkum er næstan hin sama. Men talvan vísir, at endalønin hjá einum lærara er munandi hægri enn endalønin hjá einum sjúkrarøktarfrøðingi. Nógvir fakbólkar hava víst stuðul til sjúkrarøktarfrøðingarnar. Eitt nú hava Føroya Pedagogfelag, Skipara og Navigatørfelagið, Samtak og Lærarafelagið alment boðað frá, at tey stuðla sjúkrarøktarfrøðingunum. Annfinnur í Garðalið, formaður í Skipara og Navigatørfelagnum, segði við Dag og Viku í gjár , at felagið góðtók ikki samráðingarmátan, tí Fíggjarmálaráðið saman við Starvsmannafelagnum høvdu lagt lønarkarmin fyri komani samráðingar. Sambært Annfinnur í Garðalíð er alt tá avgjørt frammanundan. Føroya Pedagogfelag hevur á Facebook vanganum hjá felagnum eisini boðað frá, at felagið stuðlar sjúkrarøktarfrøðingum. Felagið tekur undir við, at tíðin er búgvin at rætta skeivleikan. Eisini deildi felagið eina talvu, ið samaber lønir hjá ymsum fakbólkum. Trýst á myndina niðanfyri fyri at síggja útgreining av fýra fakbólkum og løn teirra, sum Føroya Pedagogfelag hevur lagt á egnan facebook vanga. Tað eru ikki øll, ið gerast gomul, ið kunnu búgva heima. Vit tosa við Gissur Patursson, hvørs mamma er búfólk á Lágargarði. Eisini tosa vit við Bjørg Jacobsen, fólkalívsfrøðing, um eitt nú hvussu tey gomlu hava tað, og hvussu hugtakið aldurdómur hevur broytt innihald. Bjørg hevur millum annað eisini verið við til at gjørt eina kanning av livikorunum hjá fólkapensonistunum í Føroyum. Eisini skifta vit orð við Ásu Ósá, ið er HR leiðari á Landsverki, um eitt nú hvussu ein virkin senior ella eldrapolitikkur kann skipast á einum arbeiðsplássi, og hvønn týdning, ið eldri starvsfólkini hava fyri stovnin. Tú kanst hoyra sendingina her Tað má verða upp til hvørt einstakt fakfelag, undir hvørjum leisti tey leggja síni lønarkrøv fram. Um lønarkrøvini eru í krónum ella í , má verða upp til fakfelagið ið er til lønarsamráðingar. Fíggjarmálaráðið skal ikki føra sosialpolitik við lønarsamráðingarnar, um ikki semja er um tað. Tað má verða upp til hvørt einstakt fakfelag, at gera av hvønn lønarpolitik tey vilja føra. Fíggjarmálaráðið hevur bjóðað Sjúkrarøktarfrøðingunum 1.449 krónur í lønarhækking um mánaðin yvir tvey ár. Men hetta heldur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ikki vera nøktandi. 11 fakfeløg boða í yvirlýsing í kvøld frá, at tey stuðla sjúkrarøktarfrøðingunum. Feløgini heita á fíggjarmálaráðið um at virða fría samráðingarrættin hjá hvørjum einstøkum felag. Tú kanst lesa alla yvirlýsingina á heimasíðu okkara. Grein 25 í tingskipanini sigur, at Løgtingið kann seta aðrar løgtingsnevndir enn tær, sum nevndar eru í 24, at geva Løgtinginum tilmæli í ávísum málum. Hesar nevndir sita bara, til nevndin hevur avgreitt setning sín og í ongum føri longri enn, til tingsetan endar. Í 2002 var ein grein 25 sett, tá kallaðist hon Grundlógarnevnd, og 2007, 2009 og 2010 vóru grein 25 nevndir settar at viðgerða uppskot um stjórnarskipan, sæst á heimasíðuni hjá løgtinginum. Umframt at velja nevndina, ið skal viðgera stjórnarskipanaruppskotið, so eru ófráboðaðir fyrispurningar eisini á skránni í løgtinginum í dag. Vit heita á øllum lond, eisini Kina og Russland, um at krevja av myndugleikunum í Norðurkorea um at gevast við sínum kjarnorku og rakett ætlanum, segði amerikanski forsetin, tá hann helt tíðindafund saman við suðurkoreanska starvsbróðrinum, Moon Jae in. Donald Trump er á rundferð í Asia í hesum døgum. Hann kom til Suðurkorea úr Japan, og úrslitið av vitjanini har var, at Japan fer at herða tiltøkini móti Norðurkorea. Amerikanski og suðurkoreanski forsetin eru á einum máli um fáa í lag tættari hernaðarligt samstarv, sum millum annað ber í sær, at fleiri amerikanskir hermenn sleppa at verða í landinum. Suðurkoreanski forsetin, Moon Jae in, sigur, at bæði londini eru eisini samd um at leggja mest møguligt trýst á Norðurkorea og at herða tiltøkini, til landið gevst at menna síni kjarnorkuvápn. Starvsmannafelagið hevur gjørt ein sáttmála fyri sínar limir, og hevur ikki samráðst fyri onnur fakfeløg. Tað sigur Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum, nú sjúkrarøktarfrøðingarnir eru farnir í verkfall. Nógv fakfeløg stuðla felagnum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, eisini Starvsmannafelagið, men formaðurin í Starvsmannafelagnum vísir aftur, at felagið hevur gjørt ein ov vánaligan sáttmála Hóast EFTA ikki hevur sagt nei til føroyskan limaskap, eru útlit ikki fyri føroyskum limaskapi í EFTA í bræði. Tað sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í Uttanríkis og Vinnumálum, í svari til fíggjarnevndina hjá løgtinginum. Nevndin hevur sent landsstýrismanninum fleiri spurnigningar í samband við uppskotið til fíggjarlóg. Í svarinum sigur landsstýrismaðurin, at Brexit hevur elvt til óvissu um handilsviðurskifti í Evropa og tí hava londini ynskt at bíða við at taka spurningin um føroyskan EFTA limaskap upp, sigur landsstýrismaðurin í svarinum. Klippfisk skipar fyri filmskapping á Reinsarínum í Havn um vikuskiftið. Filmskappingin er fyri øll bæði roynd og óroynd. Beinta Haraldsen, samskipari hjá Klippfisk, greiðir frá. Erling Fles, sálarfrøðingur, sigur, at tað er vanligt at vera móður um veturin, tí flestu føroyingar mangla d vitaminir, og her er leingi myrkt og kalt. Men gongur tað út yvir gerandisdagin, so ert tú kanska vetrartunglyndur. Hoyr Erling Fles greiða frá, hvørji eyðkennini eru, og hvussu tú kanst fyribyrgja tí. Tann 1. desember byrjar spildurnýggjur føroyskur jólakalendari á Portalinum. Tað eru teir báðir Sasho Bjartsson og Rógvi Brekku Dam, sum samskipa jólakalendaran og samstundis spæla báðar leiklutirnar í kalendaranum. Teir vitjaðu morgunsendingina at greiða frá verkætlanini. Eisini hoyrdu vit ein brellbita úr einum parti. Jólini í útvarpinum eiga ikki at byrja fyrrenn 1. desember. Men Morgunsendingin gjørdi eitt undantak ein tíma í morgun. Vit fingu vitjan av Saritu Teresu Annikudóttir og Elisa Fríðfljóð Petersen, sum elska jól. Fyri Fólkaflokkin eru Jørgen Niclasen og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir í. Fyri Sambandsflokkin, Bárður á Steig Nielsen og Edmund Joensen. Fyri Javnaðarflokkin, Kristianna Winther Poulsen og Heðin Mortensen. Kári P. Højgaard umboðar Sjálvstýri í nevndini. Annita á Fríðriksmørk og Ingolf S. Olsen umboða Tjóðveldi. Hanna Jensen umboðar Framsókn. Bill Justiniussen umboðar Miðflokkin. Eisini er Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna, við í grein 25 nevndini. Meginparturin av FM netinum er umlagt fyri umleið 2 vikum síðani, fyri at minka um ávirkanina av møguligum trupulleikum við FM sendistøðini á Húsareyni. Eingin fundur er avtalaður í Vinnunevndini, sum umrøður Fiskivinnunýskipanina. Nevndin bíðar eftir svari úr Fiskimálaráðnum uppá spurningar um hvørja ávirkan nýggjan skipanin fer at fáa. Vinnunevndin arbeiðir framvegis við fiskivinnunýskipanini eftir tí avtalu sum 17 tinglimir hava skrivað undir uppá. Tað sigur Bjørt Samuelsen, forkvinna í Vinnunevndini. Fíggjarmálaráðið eigur at kalla inn til veruliga samráðingar, sigur forkvinnan í Felagnum Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar, Óluva í Gong. Sjúkrarøktarfrøðingarnir mugu vísa vilja til at samráðast, sigur stjórin á Lønardeildini, Jan Mortensen. Hoyr innslagið omanfyri Á landssjúkrshúsinum eru tey farin at fyrireika seg til, at tann fyrsta songjardeildin verður afturlatin, tí í morgin fara sjúkrarøktarfrøðingarnir á B7 á Landssjúkrahúsinum í verkfall. So er aftur galið aftur er ein heimsumfatandi gøla um skattaskjól og skattaundandrátt hjá teimum mest múgvandi. Sonevndu Paradíspappírini siga aftur søguna um heimsins úrvalslið, sum við sínum ríkidømi og vælutbúnu eydnuriddarum krógvar sínar ognir og pengar fyri forvitnum eygum og skattamyndugleikum. Og enn einaferð progvar stóri lekin av trúnaðarskjølum, at mangar av beistasnildunum eru púra lógligar. Tað snýr seg um moral, og at vera eitt ordiligt fólk, sigur Eyðfinnur Jacobsen, advokatur og kønur í skatti millum annað Vit hoyra eisini um, hvussu landsstýrið roynir at tippa eitt hol í okkara egnu skattalóg av ótta fyri, at Føroyar verða settar í sama bás sum skattaparadísini úti í heimi. Luttakarar Poula á Líðarenda, eftirlitsdeildin á Taks Eyðun Mørkøre, stjóri á Taks Eyðfinnur Jacobsen, advokatur og kønur í skatti Keldur ICIJ, BBC, Aftenposten, NRK, Dagens Næringsliv, SVT, DR, S ddeutsche Zeitung, Information, Politiken, Fox Business, CNBC, KvF Vit kenna hann eitt nú sum sjónleikara og Gekkavert, og í kvøld roynir hann seg aftur sum talkshow vert í Spaniastovu. Vit spyrja Rudolf Joensen, hvat verður á skránni og hvussu hann fyrireikar seg. Bókasavning og bókasavnið er heitið á framsýning, ið lat upp á Føroya er Landsbókasavni í gjár, og sum telur eitt úrval av teimum bókum, ið Færø Amts Bibliotek fekk úr útheiminum, tá tað varð sett á stovn í 1828. Vit hitta Vígdis Bjarnadóttir, Kim Simonsen og Ole Wich. Wisdom from the roots er eitt norðurlendskt samstarv við norðurlendskum listarfólkum úr fimm ymiskum skúlum úr Føroyum, Grønlandi og Danmark. Og týskvøldið fara tey á pall við leiki, hvørs íblástur er norrøna gudalæran. Vit hava fregnast hjá Vivian Sjóklett, Búa Rouch, og Mike Thomsen. Í døgunum 24. til 26. november verður aftur skipa fyri stórfingnu Bókadøgunum í Norðurlandahúsinum. Og nú dagarnir nærkast fara vit at fregnast hjá Dorit Hansen og Arbirni Dalsgarð um tíðarrit. Tað sum yvirskriftin sigur í Sosialinum er beinleiðis skeivt, leigunevndin hevur ikki góðkent nakrar sáttmálar. Soleiðis sigur Andrass Holm Arge, formaður í leigunevndini. Hann sigur, at leigunevndin hevur vegleitt Mark um, hvussu tey skulu gera fyri at koyra fólk út í ein mánað um árið uttan at bróta lógina, men tey hava ikki góðkent sáttmálarnar. Skrivstovan hjá leigunevndnini hevur havt samrøðu við Mark tann 28. august, og har hava tey vegleitt um, at tað ber ikki til at gera slíkar avtalur í standardleigusáttmálanum, sum er kunngjørdur. Hann greiðir eisini frá, at sambært grein 16 heldur leigan uppat uttan uppsøgn, tá avtalaða tíðarskeiðið er runnið, um talan er um tíðaravmarkaða leigu. Hann sigur, at leigunevndin hevur vegleitt um, at tað ber til at gera eina tíðaravmarkaða leiguavtalu fram til 1. juni og so gera eina nýggja avtalu tann 1. august. Tískil ber til koyra fólk lógliga úr bústaðinum í ein mánaða um árið við heimild í grein 16. Vit taka imóti kærum og eru rein fyrisiting. Hvat man so avger politiskt, um man broytir grein 16 og sigur, at man ikki kann gera tíðaravmarkað leigu fyri lestraríbúðir, tað er so upp til tann politiska myndugleikan. Eftir kríggið fór hon at lesa bókmentir og málfrøði á donskum universiteti. Hon las í fleiri londum í Evropa, eisini á kenda lærdómsstovninum Sorbonne í París. Hon gjørdi mentanarsendingar í danska útvarpinum og arbeiddi sum týðari og ráðgevi hjá danska forlagnum Gyldendal. Har týddi hon meira enn hálvthundrað bøkur úr fremmandum málum til danskt. Fyrst í 70 unum flutti hon aftur til Føroyar at búgva. Hon fekk alstóran leiklut sum týðari, ráðgevi, íbirtari og rithøvundur í føroyskum bókmentum. Hon varð heiðrað við barnabókavirðisløn Tórshavnar Býráðs, virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanarlig avrik, við Mentanarvirðisløn Landsins, við Sømdargávu Landsins og sum heiðurslimur í Rithøvundafelag Føroya. Hon fekk eisini virðislønir í øðrum londum. Ebba var ein persónligheit. Hon var umstrídd og gátufør. Hon hevði sínar vinir, men stygdi mong frá sær. Til endans var hon ógvuliga einsamøll. Nakrar av loynidómum sínum tók hon við sær í grøvina. Eingin fekk at vita hvørji hennara veruligu foreldur vóru, ella tíansheldur hvussu gomul hon var. Sín egna kynssamleika duldi hon eisini sum mansmorð. Hon fór líka gátufør av verðini, sum hon kom inn í heimin nøkur og fýrs ár frammanundan. Felagið Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar avgjørdi fyrr í vikuni at herða verkfallið, í eini roynd at fáa lønardeildina í fíggjarmálaráðnum til samráðingarborðið. Terje Sigurðsson, semingsmaður, hevði samband við báðar partar í gjár, men hann sigur, at støðan er neyvt tann sama, sum tá semingsmaðurin varð boðsendur fyrstu ferð. Ronnie Midjord, stjóri á Landssjúkrahúsinum, var staddur á B7 í morgun, tá verkfallið varð hert. Hann heldur, at enn er tað ráðiligt, at sjúklingar verða fluttir millum deildirnar Tað verður mett, frá leiðandi lækna her á medisinska depilinum at vera forsvarligt, sigur Ronnie Midjord um støðuna á Landssjúkrahúsinum. So leingi sum vit hava eina akutta tilbúgving, sum stendur klár, og vit fáa undantak til tað, sum vit hava fingið higartil, so fari eg ikki at siga, at tað ikki er forsvarligt. Men tað byrjar at belasta hetta húsið nógv eftir hondini. Soleiðis sigur sjúkrahússtjórin, sum vónar, at tað skjótt kemur glið á samráðingarnar millum sjúkrarøktarfrøðingarnar og Lønardeildina. Stígur er eisini komin í samráðingarnar millum Pedagogfelagið og lønardeildina, og Pedagogfelagið hevur boðsent sínum álitisfólkum til fundar klokkan níggju í morgun, har nevndin fer at kunna tey um gongdina í samráðingunum. Pedagogfelagið góðtekur ikki, at karmurin í sáttmálanum millum lønardeildina og Starvsmannafelagið skal skalda fyri pedagogarnar, tí viðurskiftini eru ymisk, sigur felagið. Sámal Petersen er dagliga tónleikalærari í Tórshavnar Musikkskúla, umframt at hann er konsertmeistari í Føroya Symfoniorkestri og formaður í Musiklærarafelagnum. Arbeiðsvikan er strævin, heldur Sámal, sum arbeiðir væl meiri enn fulla tíð. Eg kopli fullkomiliga úr, tá eg eri úti og laði garð, sigur violinsnillingurin, sum eftirhondini hevur laðað í fleiri ár og nú byrjar at líkjast, leggur hann afturat. Hoyr innslagið, sum varð sent í Vikuskifti Leygarkvøldiið verður konsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði í sambandi við, at 40 ár eru liðin, síðani Elvis Presley andaðist. Til høvið er ein tónleikabólkur stovnaður, sum fer at tulka sangir hjá Elvis. Vikuskiftissendingin hevur verið á gátt hjá Hildibjarti at frætta um hetta umframt at spyrja, hvør tónleikarin Hildibjartur er. Hoyr hann greiða frá, hvussu inspiratiónin førkaðist frá Hendrix til jazzin. Hann sigur eisini frá eskapaduni til Klaksvíkar, tá boð vóru eftir honum og ikki bara honum men eisini bróðri hansara Hans Carl Nei, tað vita vit ikki. Neyvari kanningar mugu gerast fyri at svara tí. Men sjálvandi, so kunnu vit hugsa okkum nakrar orsøkir, sigur hann. Ein orsøk kann vera, at heilsan hjá fólki, eisini pensjónistum, verður betri og betri. Ein onnur er, at pensjónistar arbeiða av neyð, tí pensjónin er so vánalig. Ein orsøk kann eisini vera, at arbeiðsmøguleikarnir eru batnaðir, sigur hann. Táverandi landsstýrismaður í fíggjarmálum, Magni Laksáfoss, broytti reglugerðina í 2007 so, at fólk sum starvast hjá tí almenna kundu halda fram í starvinum til tey eru 70 ár. Sjálvt um fráfaringaraldurin fór upp í 70 ár í 2007, so hava starvsfólk hjá tí almenna framvegis rætt at fara frá fyri aldur, tá tey eru 67 ár. Men tað, at fólk eru drúgvari á arbeiðsmarknaðinum nú enn fyrr, ber við sær, at trýstið verður minni, enn roknað annars var við, heldur Ester Hansen, sum er limur í Búskaparráðnum. Luttakarar í sendingini Jón Eliassen, tekniskur ráðgevi hjá KJ Hydraulik, Arne Thorsteinsson, formaður í Landsfelag Pensjónista, Hans Pauli Strøm, sosiologur á Hagstovuni, Bjørg Jacobsen, etnologur, og Ester Hansen, limur í Búskaparráðnum. Harafturat finnist Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar at mátanum, samrátt verður, tí at Fíggjarmálaráðið heldur fast í, at karmurin í semjuni við Starvsmannafelagið skal haldast. Á heimasíðuni hjá Fíggjarmálaráðnum stendur at lesa, at felagið hevur fingið bjóðað eina lønarhækkan áljóðandi 1.449 krónur meira um mánaðin yvir tvey ár. Tað vil siga 695 krónur meira um mánaðin fyrsta árið og so 754 krónur meira um mánaðin annað árið. Hetta svarar til eina lønarhækking á 5,15 yvir tvey ár. Harafturat skrivar Fíggjarmálaráðið, at samráðingardyrnar standa altíð opnar, men tað krevur ein samráðingarvilja frá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Sjúkrarøktarfrøðingar hava gjørt greitt, at krøvini hjá felagnum hoyra til við samráðingarborðið. Tískil kann ikki sigast, júst hvørji lønarkrøv felagið hevur. Ein samanbering við eitt nú læraralønina vísir, at hesin fakbólkur hevur eina endaløn, ið er beint yvir 3.500 hægri enn endalønin hjá sjúkrarøktarfrøðingunum. Í kvøld klokkan 19.20 sendir sjónvarpið ein dokumentar listakvinnuna Ebbu Hentze. Suni Merkistein, sum hevur lagt sendingina til rættis, greiðir frá. Morgunsendingin fekk eina gávu í morgun. Eins og í fjør hava tey, ið starvast á verkstøðunum kring landið, latið okkum eina jóladekoratión. Súsanna Hovgaard Clementsen, leiðari í eind 9 í Almannaverkinum, og Guðrið í Stórustovu, starvsfólk, vitjaðu útvarpsstovuna og greiddu frá jólasøluni. Ólavur Hatún og Ólavur í Geil greiða frá Jóhannes Passiónini, sum verður framførd í kirkjuni í Fuglafirði og í Vesturkirkjuni í Havn um vikuskiftið. Fleiri fakfeløg hava verið og eru til lønarsamráðingar í hesum døgum. Starvsmannafelagið hevur júst verið til lønarsamráðinga. Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið eru samd um ein sáttmála, har lønin hjá limunum hækkar 633 krónur um mánaðin fyrra árið og 754 krónur afturat seinna árið. Tað vil siga, at øll, sum eru lønt eftir sáttmálanum hjá Starvsmannafelagnum, hava fingið í alt1387 krónur afturat um mánaðin 1. oktober næsta ár. Men Ikki øllum fakfeløgum dámar leistin hjá Fíggjarmálaráðnum, at samráðast um krónur heldur enn prosentir. Formaðurin í Lærarafelagnum, sum situr við samráðingarborðið nú, sigur, at hetta gongur út yvir skúlaleiðslurnar og lærarar á endastigi tí teir høvdu kunna fingið meira burtur úr lønarhækking var í prosentum ístaðin fyri krónum. Vit hoyra bókina Leivur fær ein lítlan mammubeiggja. TIril Valeur skrivaði og Hildigunn Niclasen týddi til føroyskt. Elin á R gvi lesur. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2017. Ruth Vang vísti á, at hóast kringvarpið hevur fingið betri fíggjarligar umstøður, koma ikki fleiri tekstaðar sendingar á sjónvarpsskíggjan. Sambært MBF hevur Kringvarpið grundgivið við, at eingin serstøk játtan er til teksting av sendingum, sigur Ruth Vang, sum spyr landsstýriskvinnuna í mentamálum, hvussu hon ætlar at loysa hendan trupulleikan, tí tað er eingin serstøk játtan á fíggjarlógini fyri 2018. Rigmor Dam segði, at fleiri túsund fólk í landinum hoyra ikki so væl, og tí hevur mentamálaráðið lagt dent á, at føroyskar sendingar skulu tekstast Tað er ein skylda, sum áliggur Kringvarpinum. Eg eri púra samd við Ruth Vang, tá hon sigur, at Kringvarpið eisini hevur fingið víðari rásarúm fíggjarliga til at lyfta tær public service skyldur, sum Kringvarpið hevur. Soleiðis sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum. Hon leggur í sínum svari dent á, at tað eru mong tunghoyrd fólk í Føroyum, og at Mentamálaráðið hevur tikið atlit til hesi, tá tey gjørdu public service sáttmálan við Kringvarpið. Tað eru lutsfalsliga nógv fólk, sum eru tunghoyrd, og tí eisini eru rakt av tí, at Kringvarpið ikki tekstar alla sendingar, sum tey gera á føroyskum. Tí var tað eitt ynski frá okkum at fáa inn í public service sáttmálan, at sendingar sum hava samfelagsligan stóran týdning skulu tekstast, so skjótt sum til ber. Lønardeildin í fíggjarmálaráðnum hevur boðið pedagogfelagnum til samráðingar mánadagin, har Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, eisini verður við. Nevndin í Pedagogfelagnum hevur fyrrapartin greitt álitisfólkunum frá gongdini í samráðingunum, og spurningurin um at seta tiltøk í verk var eisini á skránni. Vit ivast í, um tað er nøkur orsøk til at fara á ein slíkan fund. Tí um man bara skal á ein fund at hoyra tað sama, sum vit hava hoyrt fyrr, at einki verður øðrvísi, so gevur tað lítla meining at fara á fund, sigur Jógvan Philbrow. Vit hava víst á, at har er ein talva fyri fólk, sum hava eina bachelorgrad. Vit halda, tað er nátúrligt, at okkara fólk eisini verða lønt eftir hesari. Hetta segði Jógvan Philbrow við Kringvarpið, áðrenn hann fór á fund við álitisfólkini um gongdina í samráðingunum við lønardeildina í fíggjarmálaráðnum. Taks góðtekur ikki avgerðina hjá Føroya Rætti í málinum um skattaviðurskiftini hjá teimum 11 eigarunum í Varðanum í Gøtu, og hevur tí gjørt av at skjóta avgerðina hjá Føroyarætti inn fyri landsrættin. Fyri tveimum vikum síðani gjørdi Føroya rættur av, at teir 11 partaeigararnir í Varðanumsleppa undan at rinda skatt av teimum fyrstu 887 milliónum krónunum av søluupphæddini, um fyritøkan verður seld. Pedagogfelagið hevur stuðul frá álitisfólkunum til at fara í verkfall, um tað skal vera. Tað sigur Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum, sum vil enda við einari lønarhækking uppá eini 8.000 krónur mánaðin yvir tíð. Har stendur Arbeiðsgevari skal veita kvinnum og monnum eins løn og ágóða annars fyri sama arbeiði. Hetta er eisini galdandi fyri arbeiði, ið verður mett at hava sama virði. Um neyðugt, verður okkurt bráfeingis gjørt, sigur Jákup Dam, sum tó ikki dugir at siga, nær tilmælið verður liðugt, men tað verður skjótt. Í hesum døgum verður skemtileikurin Allo Allo spældur fyri fullum húsum í Losjuni í Gøtu og Losjan Glottin er eitt sera virkið felag. Vit hava vitjað í Gøtu, har vit tóku pulsin í tí charmerandi lítla leikhúsinum við tí nógva virkseminum. List úr Norðoyggjum er heitið á forkunnugari listaframsýning, sum letur upp á Listasavni Føroya fríggjadagin 10. november. Vit hava verið og fregnast. Í dag eru fimti ár liðin, síðani viðurkenda tónleikatíðarritið Rolling Stone kom út á fyrsta sinni. Og saman við Sonna Smith og Ivani Hentze Niclasen nema vit eitt nú við hvønn týdning tíðarritið hevur og hevur havt. Støðan á ávísum pørtum av almenna arbeiðsmarkanðinum er kanska heldur spent í løtuni. Vit skifta orð um sáttmálastøðuna yvirskipað, tá Selma Ellingsgaard, fyrrverandi forkvinna í Starvsmannafelagnum, kemur á gátt. Og arbeiðsmarknaðurin verður eisini á breddanum í Eygleiðingini, sum hesuferð umrøður arbeiðsmarknað, sáttmálar og lønarviðurskifti. Og dagsins eygleiðarar eru Uni Arge, journalistur, og Sólvit Nolsøe, stjórnamálafrøðingur. Tú kanst hoyra sendingina her Løgmaður sigur, at vansarnir við summartíð eru ikki nógvir, tí summarhálvan í Føroyum er so ljós samanborin við onnur lond í Evropa. Í 1980 segði Orkuráðið í sínum ummæli, at orkunýtslan í Føroyum verður so lítið ávirkað av summartíð, at tað eigur ikki at verða avgerandi fyri, um summartíð skal setast í gildi. Reglurnar um summartíð í øllum Evropa eru ásettar við eini fyriskipan í ES tinginum og ES ráðharrastovninum, og so leingi flestu lond í Evropa hava summartíð, verður skipanin eisini galdandi í Føroyum, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, í svarinum til Katrina Kallsberg. 21 ára gamli Hákun Edmundsson spældi farna kappingarár við Skála, men hevur annars umboðað barndómsfelagið B68, NSÍ og danska Vendsyssel í næstbestu deildini. Jól Down Town er ein skemtileikur, sum verður sýndur fram til jóla. Nútímans menniskja verður sett á pall á ein skemtiligan hátt, og intentiónin er, at fólk skulu flenna at sær sjálvum. Danin Jesper Buch, sum millum annað hevur stovnað Just Eat, fer saman við trimum føroyskum íverksetarum at skipa eitt panel, sum skal veita møguliga fígging til verkætlanir. Seks íverksetar sleppa fram fyri panelið at vísa sítt hugskot, og síðani er møguleiki fyri at fáa fígging til sína verkætlan. Jónhild Rasmussen, leiðari í Hugskotinum, greiddi frá tiltakinum í morgunsendingini, og sambært henni skipar Hugskotið fyri hesum tiltakinum, tí tað kann vera trupult at finna íleggjarar í Føroyum. Allar umsóknir um at luttaka skulu latast Hugskotinum áðrenn 17. november. U21 landsliðið í fótbólti spælir seinnapartin dyst móti póllendingum á Tórsvølli. Í tí sambandi vitjaðu U 21 venjararnir. Teir tosa millum annað um møguleikarnar at fáa gott úrslit í dag og um truplu avgerðina at vraka og velja leikararnar í endaliga hópinum. Jógvan Zachariasen, samkomuleiðari og tónleikari, bjóðar seg nú eisini fram sum bloggari á in.fo. Fyrsti bloggurin, sum kom út hósdagin, tekur støði í slagorðinum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum Rættið skeivleikan. Hann setir millum annað spurningin, hvussu nógv av teimum, sum seta ymisk frámerki á facebook vangan, fara veruliga til verka og mótmæla. Kommunan hevur í longri tíð arbeitt við átøkum og skipanum innan integratión, og fyrr í ár varð avgjørt at skipa eitt starv burturav til hetta virkisøkið. Økta tilflytingin til høvuðsstaðin við nýggjum borgarum úti úr heimi hevur við sær tørv á skipanum og tænastum bæði til borgararnar og kommununa sjálva sum tænastuveitara og arbeiðsgevara. Saman við trivnaðarnevndini í býráðnum verður ætlan løgd fyri arbeiðið, har dentur verður lagdur á at fáa í lag skipaðar mannagongdir, málrættað tænastustig og størri innlit í integratiónsøkið sum heild. Hevur tú trupulleikar við at hoyra útvarpið í morgun, kanst tú royna at skifta frekvens Nólsoy 88,1 MHz Undir Varða 96,5 MHz Støðlafjall Hoyvík og Hvítanes 100 MHz Hevur tú trupulleikar við at hoyra útvarpið í morgun, kanst tú royna at skifta frekvens Nólsoy 88,1 MHz Undir Varða 96,5 MHz Støðlafjall 100 MHz Semingsmaðurin segði í gjár, at tað var so langt ímillum partarnar, at hann hevði ongar ætlanir um at kalla lønardeildina og sjúkrarøktarfrøðingar til samráðingarborðið. Fyrr í vikuni frættist , at sjúklingar skuldu vera fluttir frá Landssjúkrahúsinum til Klaksvíkar Sjúkrahús, sum tó nú eisini hevur lýst verkfall. Í morgun boðaði Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar frá, at verkfallið verður herðað mánamorgunin. Hetta rakar skurð seingjardeildina á Landssjúkrahúsinum og seingjardeildina á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Ein avleiðing av verkfallinum er tí, at allir sjúklingar, sum kunnu útskrivast av Klaksvíkar Sjúkrahúsi, verða útskrivaðir. Stjórin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, Heri Ellingsgaard, sigur, at tað er ein sera keðilig støða fyri sjúklingarnar. Vit hava tikið ta støðu, at vit mugu faktisk skriva so nógv fólk út, at tað eru kanska 5 7 sjúklingar eftir, sum tað ikki ber til at útskriva. Vit mugu hava opið fyri bráðfeingissjúklingum. Hesar útskrivingar eru ikki bara í Norðuroyggjum, men tær eru eisini til Eysturkommunu og Suðurstreym. Sjúkrahússtjórin greiðir frá, at nógvir sjúklingar kunnu tó ikki fara heim, og tí mugu sengur á røktarheimum lænast, og hann væntar at heimahjálpin hjálpir til í støðuni. Harafturat fer Klaksvíkar Sjúkrahús at venda sær til sjúkrarøktarfelagið og biðja um undantaksloyvi, soleiðis at onkur er á vakt allatíð. Alt í alt, so er tað ræðuliga, ræðuliga keðiligt, sigur Heri Ellingsgaard um støðuna á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og leggur aftrat, at hann vónar, at tað kemur glið á samráðingarnar skjótt. Summi fólk halda á fram at liva, hóast tey eru deyð. Eitt av hesum menniskjum er karismatiski sangarin og yrkjarin í amerikanska tónleikabólkinum, The Doors, The Lizard King, Mr. Mojo Rising, Jim Morrison. The Doors náddu at geva út seks plátur, fýra árini, teir vóru virknir, áðrenn Morrison fór foldum frá í parís, 27 ára gamal í 1971. Mong kenna tónleikin hjá bólkinum, ørðvísi útsjóndina, upptraðkanina, liviháttin, røddina og provokeandi framferðarháttin hjá Morrison, men Morrison segði sjálvur, at hann fyrst og fremst var og ynskti at vera sæddur og góðtikin sum yrkjari. Men var hann tað, og um so var, hvør var hansara skaldaheimur. Í samband við at fyrstu útgávurnar hjá bólkinum, The Doors og Strange Days hava fimti ár á baki, fer fer Poul Niclasen í tveimum sendingum at taka okkum við á ferð í mytiska heiminum hjá Jim Morrison og The Doors í eini tíð, ið var merkt av sterkum rembingum og stórum broytingum. Vit hoyra millum annað, hvør Morrison var, hvørjum hann var íblátur av, hvørjar hugsanir hann hevði um sína samtíð, og um hansara visiónir um framtíðina eru vorðnar veruleikar Ikki minst fara vit at hyggja at hansara tekstum og yrkingum. The Lords Notes on Vision og The New Creatures komu bæði út í 1969. The American Night kom út posthumt í 1978, sama ár sum An American Prayer. Nøkur góð ráð eru, skalt tú fáa sum mest burtur úr teimum tulipanleykum, sum tú keypir. Ikki minst at keypa røttu leykirnar bæði tá tað snýr seg um stødd og um slag. Fert tú væl við teimum, so ber til at fáa eitt fýrverkarí av litum í urtagarðinum, tá tulipanirnar blóma. Semingsstovnurin fer ikki undir nakra semingsroynd millum Lønardeildina og sjúkrarøktarfrøðingarnir, og langt er framvegis millum partarnar. Terji Sigurðsson, semingsmaður, fór klokkan 13 í dag á fund við sjúkrarøktarfelagið, men Terji Sigurðsson staðfestir, at enn er langt millum partarnar. Hann sigur, at semingsstovnurin alla tíðina hevur havt samband við partarnar, men at tað eru partarnir sjálvir, ið mugu koma við uppleggum, ið kunnu brúkast til at fara undir eina semingsroynd. Sum skilst er ikki full semja um fiskivinnunýskipanina. Sambært keldum, sum útvarpið hevur tosað við eru tingfólk í Javnaðarflokkinum ivingarsom um partar av uppskotinum. Verðandi fiskivinnulóggáva fer úr gildi um sjey vikur, tað er á nýggjárinum, og tá ætlar samgongan at nýskipanin skal koma í gild. Uppskotið um fiskivinnunýskipan hevur ligið í Vinnunevndini í nærum tveir mánaðir, og nógv hava verið inni til hoyringar, men nevndin hevur framvegis onki álit skrivað. Onki bendir á, at álitið kemur í bræði, tí ongin nýggjur fundur er ásettur í Vinnunevndini, og tí kemur uppskotið væntandi heldur ikki í komandi viku. Aksel V Johannesen, løgmaður vil ikki viðmerkja áhaldandi søgurnar um, at hann ikki hevur meiriluta fyri fiskivinnunýskipanaruppskotinum longur, og tað er ikki eydnast okkum at fáa samband við hinar báðar flokksformennirnar í samgonuni, Høgna Hoydal og Poul Michelsen. Tað hevur verið eitt ynski frá bæði landsstýriskvinnuni, Sirið Stenberg, og føroyska heilsuverkinum um at broyta verandi skipan soleiðis, at teir føroyingar, sum hava lokið kandidatprógv í læknafrøði, fáa framíhjárætt at søkja tey umleið 10 KBU útbúgvingarstørvini, sum eru á Landssjúkrahúsinum árliga. Tað er nú eydnast og føroysk læknalesandi í Danmark, fáa nú frammihjárætt at søkja sonevndu KBU størvini í Føroyum. KBU er stytting fyri Klinisk basisuddannelse og er tað, ið fyrr kallaðist turnus. Hetta er ein týðandi liður í arbeiðinum at fáa fleiri læknar at starvast í føroyska heilsuverkinum. At knýta bond við læknar undir útbúgving økir um møguleikan fyri at hesir velja Føroyar aftur seinni á síni starvsleið , sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu og innlendismálum í tíðindaskrivi. Sum er eru føroyingar saman við dønum við í lutakasti um KBU plássini í Føroyum. Føroyar er eitt vælumtókt útbúgvingarstað og stórur eftirspurningur er eftir at taka KBU skeiðið í Føroyum. Tað hevur ta avleiðing, at fleiri føroyingar, sum lesa í Danmark, ikki sleppa til Føroyar í KBU starv, hóast tey ynsktu tað. Semja er nú fingin í lag við danskar myndugleikar, hevur við sær, at í framtíðini fer føroyska heilsuverkið at lýsa KBU størvini leys í Føroyum, sum føroyskir læknar útbúnir í Danmark kunnu søkja. Tey størv, ið verða sett í tilgongdini, eru ikki partur av vanliga lutakastinum. Hinvegin verða tey KBU størv, sum ikki verða sett, lutað út eftir somu mannagongd, sum í dag. Sum dømi verður nevnt, at um bert tríggir skikkaðir umsøkjarar eru til tey fimm KBU størvini, sum verða lýst leys, so verða hini bæði útbúgvingarstørvini við í vanligu KBU skipanini, sum føroyingar framvegis eru ein partur av. Skipanin verður óbroytt fyri tey læknalesandi, sum eru í útbúgving aðrastaðni enn í Danmark. Stjórin í Lív finst at manglandi eftirlitinum í Samhaldsfasta, men tað finnast ráð fyri tí, sigur Malan Johannesen, stýrisformaður. Vit hava einki ímóti at koma undir eftirlit av myndugleikunum, men tað er ein politiskur spurningur, sigur hon. Semingsstovnurin fer ikki undir nakra semingsroynd millum Lønardeildina og sjúkrarøktarfrøðingarnir, og langt er framvegis millum partarnar. Terji Sigurðsson, semingsmaður, fór klokkan 13 í dag á fund við sjúkrarøktarfelagið, men Terji Sigurðsson staðfestir, at enn er langt millum partarnar. Hann sigur, at semingsstovnurin alla tíðina hevur havt samband við partarnar, men at tað eru partarnir sjálvir, ið mugu koma við uppleggum, ið kunnu brúkast til at fara undir eina semingsroynd. Løgtingsfólk eru ikki samd um, hvussu teirra egna eftirløn skal síggja út í framtíðini. Páll á Reynatúgvu, tingformaður, hevur tí sett eina nevnd at gera eitt uppskot til at broyta eftirlønarviðurskiftini hjá løgtingsfólki. Í rusk.ballimaskunini verður ruskið ballað í plastballur. Tær minna um tær, sum bøndur balla súrhoyggj í. Hvør balla vigar umleið 700 750 kilo og megnar maskinan at balla umleið 30 ball um tíman. Ballini verða goymd á umhvørvisgóðkendum plássi til einaferð komandi ár, tá tey verða brend. IRF hevur áður havt eina tílíka ballimaskinu í Føroyum. Tað var, tá ið IRF fyri fleiri árum síðani umvældi ovnin, og longri steðgur var í. Tá varð gjørt á sama hátt sum nú, at balla ruskið. Tað er sera nógv rusk niðurfyri at balla hjá IRF og tað fer at taka eina viku ella so at koma væl áleiðis, upplýsir IRF í tíðindaskrivi. Tíðspunktið er sum væntað, og skal setast í ein lógartekst, sum skal til polittiska viðgerð í bretska tjóðartinginum, skrivar Reuters. Tað verður gjørt, fyri at beina burtur allan iva um tilgongdina, sigur bretski samráðingarleiðarin, David Davis. Og at tíðarbilið nú verður almannakunngjørt, skal fáa bretar at trugva uppá, at stjórnin veruliga arbeiðir við ætlanini um at taka Bretland úr ES, sigur bretska stjórnin. Bretski forsætisráðharrin, Theresa May, setti grein 50 í ES sáttmálanum í verk 29. mars í ár, og eftir tí skal Bretland fara úr ES í seinasta lagi um tvey ár. Ein meiriluti av bretska fólkinum samtkti á eini fólkaatkvøðu í fjørsummar, at Bretland skal fara úr ES. Síðani hevur nógv orðaskifti verið um avgerðina, tí fólk ivast í, um bretar fáa nakað burturúr at fara úr samveldinum. M.a. hevur nógv verið tosað um, at ein nýggj fólkaatkvøða eigur at vera, meðan onnur vilja vera við, at tíðin er runnin, og at avgerðin er tikin. Grein 50 í ES sáttmálanum sigur einki um, um tað ber til at Bretland verður verandi í ES, og tí má ES dómstólurin taka støðu til tann spurningin. Terji Sigurðsson, semingsmaður, sigur við útvarpið í dag, at tað enn er langt ímillum partarnar, at hann ikki fer undir semingsroynd, sum støðan er nú. Klippfisk skipar, í samstarvi við Tórshavnar kommunu og nýskapanarhúsið Hugskotið, fyri filmskapping á Reinsarínum í Havn um vikuskifti. Sambært kunngerðini, so verður í tíðarskeiðinum 15. apríl til og við 31. august bannað at sigla skjótari enn 8 fjórðingar um tíman nærri enn 500 metrar úr landi við tey øki við Nólsoynna, Skúvoynna, Mykines og Mykineshólm, sum eru Ramsarøkir. Tað hevur verið eitt ynski frá bæði landsstýriskvinnuni, Sirið Stenberg, og føroyska heilsuverkinum um at broyta verandi skipan soleiðis, at teir føroyingar, sum hava lokið kandidatprógv í læknafrøði, fáa framíhjárætt at søkja tey umleið 10 KBU útbúgvingarstørvini, sum eru á Landssjúkrahúsinum árliga. Her fáa vit ein møguleika at arbeiða í eitt ár í Føroyum, og síggja, hvussu sjúkrahúsverkið riggar í Føroyum, sigur Niclas Højgaard Eysturoy, formaður fyri føroysk læknalesandi í rhus. Hetta er eisini eitt tíðarskeið í lívinum, tá ein festur røtur. Verður ein verandi búgvandi í Danmark, og ikki sleppur til Føroyar eftir útbúgvingina, fær ein børn og festir búgv. Tá kann vera trupult at hála røturnar upp aftur og flyta til Føroyar seinni, sigur Niclas Højgaard Eysturoy. Fyri á leið fýra vikum síðan setti samgongan seg í samband við Miðflokkin fyri at kanna møguleikarnar fyri, um Miðflokkurin vildi vera stuðulsflokkur hjá samgonguni. Sambært Jenis av Rana svaraði Miðflokkurin tó, at Miðflokkurin ikki vil vera stuðulsflokkur hjá samgonguni, men einans vil samráðast um at skipa eina nýggja samgongu við einum nýggjum samgonguskjalið. Mitt í vikuni var ein fundur hjá Løgmanni millum samgonguformennirnar og tey bæði løgtingsumboðini hjá Miðflokkinum, Jenis av Rana og Bill Justinussen. Hóskvøldið var tí ein fundur í baklandinum hjá Miðflokkinum, har tey umrøddu, hvat skal til fyri, at Miðflokkurin kann gerast partur av samgonguni. Sambært Jenis av Rana, formanni í Miðflokkinum, bleiv eitt skriv við 18 punktum handað løgmanni í gjár. Hesi 18 punktini vóru mál, sum Miðflokkurin vildi hava við í eitt møguligt samgongusamstarv. Bæði innanhýsis fundir og uttanhýsis samskifti hava verið í danska Vinnumálaráðnum Erhvervsministeriet um sonevnda Skattamálið hjá Betri Banka. Hetta var hálvannan mána aftaná, at Fíggjarligt Støðufesti varskógvaði føroyskar myndugleikar um málið, tí Fíggjarligt Støðufesti metti, at málið var so álvarsamt, at tað kundi hava týdning fyri samstarvið millum myndugleikarnar í Ríkisfelagskapinum. Kringvarpið hevur ikki fingið innlit í fundarfrágreiðingina, men tað er sannlíkt, at evnið á fundinum hevur verið svarið, sum var sent til Eik Banka, dagin eftir. Ein kvinna er í øðini, tí fólk oftari og oftari kunngera deyðsfall á Facebook, áðrenn tey nærmastu náa at fáa boðini. Tvey foreldur kunnu ikki eiga svans inni, uttan at barnið etur tað, og so er ein maður troyttur av, at konan selur alt, tey eiga, á Rótikassanum. Burturkastmongdirnar eru størri enn tær plaga at vera. Tí einu vikuna fingu vit 100 tons av burturkasti inn um dagin. Men vit klára bert at brenna 60. Vanliga vildu vit sent ein part til Havnar. Men í Havn hava tey eisini havt stórar trupulleikar á Brennistøðini seinastu tíðina, greiðir Aslaug Gisladóttir frá. IRF hevur leigað eina ballimaskinu úr Danmark. Í maskinuni verður burturkastið ballað í plastballur. Hvør balla vigar umleið 700 750 kg, og megnar maskinan at balla umleið 30 ball um tíman. Spískar og hvassar viðmerkingar, gott lag og stúgvandi fult av fólki vóru til landsfund hjá Fólkaflokkinum á Parnassinum í Hotel Hafnia í Havn seinnapartin. Eg byrjaði at ganga á landsfund í 1988. Men hetta er tað mesta av fólki, eg havi sæð á landsfundi. So eg vóni, at rákið er vent nú, og viðvindurin er við okkum nú, sigur Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum. Hóast samráðingar hava verið seinastu tíðina millum samgonguna og Miðflokkin um at styrkja samgonguni, hevur Jørgen Niclasen ilt við at trúgva uppá, at hetta verður veruleiki. Í brævinum er viðfest eitt bræv, sum Súni Schwartz Jacobsen sama dag sendi til Henrik Bjerre Nielsen, stjóra í Fíggjarligum Støðufesti. Orsøkin til, at bankastjórin skrivaði til danska ráðharra, var, at Fíggjarligt Støðufesti ein mána frammanundan hevði sett seg í samband við føroyskar myndugleikar at kunna um skattamálið hjá bankanum. Súni Schwartz Jacobsen spyr tí Troels Lund Poulsen, um brævið frá Fíggjarligum Støðufesti skal tulkast. 10 dagar seinni fekk Eik Banki svar. Tað komu tvey brøv eitt frá Henrik Bjerre Nielsen, stjóra í Fíggjarligum Støðufesti, og eitt frá Steen Lohmann Poulsen, fíggjarstjóra í danska Vinnumálaráðnum. Henrik Bjerre Nielsen endurtekur tó, at Fíggjarligt Støðufesti metti, at tað var neyðugt at kunna føroyskar myndugleikar um málið til tess at tryggja framtíðar samstarvið í Ríkisfelagskapinum. Útoyggjafelagið heitir nú á landsstýrismannin Høgna Hoydal um at fáa viðurskiftini í rættlag viðvíkjandi verju av hóttum fuyglastovnum í rætt lag. Útoyggjafólk fáa sær ikki til eginnýtslu, ikki so frægt sum eitt kók, men onnur veiða fuglin, ikki bara til eginnýtslu, men eisini til at selja fyri 175 krónur stykki, sigur Útoyggjafelagið. Útoyggjafelagið sigur, at ger landsstýrismaðurin einki við málið, so fer Útoyggjafelagið at heita á grannastevnurnar um aftur at loyva at fleyga fugl á útoyggj. Runavíkar kommuna vil hava ein heildararbeiðstakara við arkitekti, verkfrøðingi og lendisarktitekti at byggja svimjihøllina í Runavík. Runavíkar býráð hevur samtykt at seta 56 milliónir krónur av á íløguætlanini næstu árini, og svimjihøllin skal vera framhald av ítróttardeplinum Bylgjan í Runavík. Løgreglan varnaðist, at aktivitetur var uttanfyri skeinkistaðið klokkan hálvgum fimm í morgun, og tá løgreglan fór innum, sótu fólk við fullum gløsum, hóast skeinkistaðið átti at steingja klokkan fýra. Løgreglan veit ikki, hvør orsøkin til sjúkraflutningarnar vóru, tí sjúkrabilur fór eftir fólkunum, og fluttu tey á Landssjúkrahúsið. Løgreglan hevur eisini verið og mekla í samband við húsaófrið í suðurstreymi og eysturoynni, og ein maður er tikin fyri at koyra ávirkaður. Tey vildu, at oddafólkini í katalonska sjálvstýrisstríðnum verða latin leys, og samstundis gera vart við, at loysingarvongurin í Katalonia er stendur saman. Fyriskipararnir skriva í tíðindaskrivi, at ætlanin við tiltakinum er at samansjóða føroyingar, sum hava áhuga innanfyri gaming, og skipað verður fyri kappingum í fleiri telduspølum. Fyriskipararnir halda, at áhugin fyri gaming hevur verið vaksandi í Føroyum seinastu árini eins og í útlondum. Rúni Winther Johnsen, fyriskipari sigur at Heilt síðan vit byrjaðu at skipa fyri kappingum innanfyri telduspøl, hava vit fingið ómetaliga nógvar fyrispurningar um at fáa eitt risastórt teldutreff upp at koyra aftur. Um vit kasta eyguni til onnur norðurlond, síggja vit at stór teldutreff eru eitt alsamt vaksandi fyribrigdi, har luttakaratalið røkkur upp í túsundavís. Tað eru nøkur av punktunum í samráðingarupplegginum, sum Miðflokkurin hevur latið løgmanni, og sum Kringvarpið hevur fingið fatur á. Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur vent sær til Miðflokkin fyri at kanna, hvat skal til fyri, at Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi, Framsókn og Miðflokkurin kunnu skipa samgongu. Tað hevur løgmaður gjørt, tí hann hevur eftir øllum at døma ikki undirtøku í samgonguni fyri uppskotinum um sjófeingi, sum skjótt hevur verið til viðgerðar í vinnunevndini í tveir mánaðir. Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, hevur sent løgmanni skriv við 18 punktum, sum Bill Justinussen og hann vilja hava við í eitt samgonguskjal. Og teir vilja, at uppboðssøluparturin skal minka munandi, um Miðflokkurin skal vera við til at gera fiskivinnunýskipanina, umframt at reglurnar um antitrust skulu vera munandi linari. Í sjálvum samráðingarupplegginum, sum Miðflokkurin hevur sent løgmanni, stendur annars, at uppskotið um sjófeingi skal takast aftur, og at verandi skipan skal halda fram í eitt ella tvey ár, meðan roynt verður at finna semju um uppskotið. Tí fer Miðflokkurin ístaðin millum annað at krevja, at uppboðssøluparturin skal minka munandi, og reglurnar um antitrust skulu verða linari. Í samráðingarupplegginum ger Miðflokkurin eisini vart við, at flokkurin skal hava eitt umboð í landsstýrinum, og Miðflokkurin vil eisini hava formannin í fíggjarnevndini í løgtinginum. Tað vil siga, at nýval skal vera av øllum nevndunum í løgtinginum. Í stjórnarskipanini skal eisini nágreinast, at Føroyar byggja á kristnan grundvøll, og at øll hava rætt til lív frá gitnað til nátúrligt andlát, heldur Miðflokkurin. Munandi átøk skulu eisini gerast í fosturtøkulógini, og familjur, sum umhugsa fosturtøku, skulu hava munandi betri hjálp, enn tær fáa nú. Miðflokkurin vil eisini, at Føroyar verða partur av royndarverkætlanini við medisinskum kannabis, sum danska fólkatingið ætlar at samtykkja í hesum árinum. Eitt punkt í samráðingarupplegginum er eisini, at kringvarpsgjaldið skal avtakast. Men Miðflokkurin hevur fingið at vita frá samgonguflokkunum, at tað verður ikki partur av teimum komandi samráðingunum. Miðflokkurin hevur eisini slept tí kravinum. Annað, sum Miðflokkurin vil hava við í eitt samgonguskjal er, at bústaðarpolitikkurin og Bústaðir skulu endurskoðast, so betri pláss verður fyri barnafamiljum og sperdum familjum annars á bústaðarmarknaðinum. Eisini skal meginreglan vera, at færri pengar skulu eisini setast í Búskapargrunnin, um vælferðartænastur eru undir trýsti, pengar skulu setast av til tunnlarnar norður um fjall, og farleiðin út í Hest skal eisini loysast. Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, ger kortini greitt, at krøvini til fiskivinnunýskipanina, pensjónsnýskipanina og stjórnarskipanina eru at kalla ófrávíkilig krøv. Annars hevur samband ikki verið millum samgonguna og Miðflokkin, síðan Jenis av Rana sendi samgonguni samráðingaruppleggið fríggjadagin. Jenis av Rana verður burturstaddur hesa vikuna, og hann roknar ikki við, at endalig støða verður tikin til eitt samgongusamstarv hesa vikuna. Aksel V. Johannesen, løgmaður, vil heldur ikki í dag gera viðmerkingar um politisku støðuna, nú hann hevur vent sær til Miðflokkin fyri at vita, hvat skal til fyri, at Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi, Framsókn og Miðflokkurin skulu skipa samgongu. Men Poul Michelsen, formaður í Framsókn, ásannar fyri útvarpinum, at Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn hava ikki undirtøku í samgonguni fyri fiskivinnuuppskotinum, sum er til viðgerðar í vinnunevndini nú. Aksel V. Johannesen segði annars í útvarpinum tann 11. september í ár, tá landsstýrið hevði latið løgtingsumsitingini uppskotið um sjófeingi, at nú var semja í samgonguni um fiskivinnuuppskotið. Men sum skilst, so taka tingmenninir hjá Javnaðarflokkinum, Kristin Michelsen og Bjarni Hammer, nú kortini ikki undir við uppskotinum, sum tað fyriliggur. Poul Michelsen vil ikki gera bandaða samrøðu við Kringvarpið, men hann ger greitt, at tað kemur ikki upp á tal at gera stórar broytingar fyri at gera samgongu við Miðflokkin. Vit hava eitt fínt samgonguskjal, sum vit taka støði í. Av somu orsøk kemur ikki upp á tal at gera stórar broytingar fyri at gera nýggja samgongu við Miðflokkin. Tað vil eisini siga, at tað kemur ikki upp á tal at broyta tildømis hjúnabandslógina, sigur Poul Michelsen við útvarpið. Sambært Poul Michelsen, so spyr samgongan seg eisini fyri hjá øðrum flokkum fyri at vita, hvat skal til fyri at samtykkja eina fiskivinnunýskipan. Lønardeildin skrivar, at tað er væl skiljandi at fakbólkar vilja hava enn hægri løn. Men sæð í mun til miðallønarvøksturin seinastu 18 árini á 2,60 prosent, eru krøvini hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingur farin um alt mark. Skuldi Lønardeildin fylgt lønarkrøvunum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum og smittaði lønarkrøvini av á aðrar lønarbólkar, so hevði tað árliga kostað samfelagnum fleiri hundrað milliónir krónur. Hesi krøvini eru tí ómøgulig at ganga á møti, skrivar lønardeildin. Lønardeildin vísur á, at tað hesaferð er avtalaður ein lønarkarmur í krónum, sum merkir, at lønirnar mánaðarliga hækka 1.449 krónur yvir 2 ár. Hetta svarar til, at almennu lønirnar í meðal hækka 2,3 fyrra árið og 2,5 seinna árið. Talan er um eina munandi lønarhækking, og hesin karmur merkir, at árligu lønarútreiðslurnar hjá landinum vaksa 110 milliónir krónur. Tað hevði tí verið meira enn ábyrgdarleyst av Lønardeildini at gingið við til ein slíkan sáttmála bæði mótvegis øðrum lønarbólkum, eins og móti samfelagnum annars, skrivar lønardeildin. Lønardeildin vísur eisini á, at havast skal í huga, at fleiri fakbólkar við líknandi útbúgvingarstøði sum sjúkrarøktarfrøðingar hava lægri og á leið somu løn sum sjúkrarøktarfrøðingar. Seinastu 18 árini hevur lønarvøksturin hjá løntakarum undir tí almenna verið í miðal 2,6 prosent árliga. Í 2001, tá hækkingin fyri hesi árini var hægst, var vøksturin 5,0 prosent, meðan lægsti vøksturin var 0,85 prosent. Í samband við samráðingarnar hevur verður víst á, at almennu lønirnar minkaðu við 8,5 prosentum í miðal undir kreppuni fyrst í 90 unum. Hetta er rætt, skrivar lønardeildin, men vísur á, at hetta langt síðani er hálað innaftur. Verður árið 2001 sett til vísitalið 100, so vóru lønirnar í 2016 hækkaðar upp í 145,4, skrivar lønardeildin, og verður vísitalið fyri prístalið eisini sett til 100 í 2001 so var talið í fjør bert komið upp á 117,3. Við hesum í huga er tað við undran, at Lønardeildin sær krøvini hjá Sjúkrarøktarfelagnum, ið hesaferð eru farin so langt av leið frá nøkrum, sum sætt er í nýggjari tíð. Lønardeildin leggur aftrat, at hon vónar, at Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar umhugsar sína støðu og kemur aftur til samráðingarborðið, so partarnir saman kunnu finna eina realistiska loysn á lønartrætuni. Og formaðurin heldur seg hava undirtøku frá baklandinum í flokkinum fyri ikki at gera semju við samgonguflokkarnar um fiskivinnunýskipanina, uttan so, at samgongan vil taka undir við meginreglunum hjá Sambandsflokkinum. Tað er millum annað at minka uppboðssølupartin munandi, at loyva útlendskum kapitali í fiskivinnuni og at einstøku fyritøkurnar kunnu eiga meira, enn reglurnar um antitrust leggja upp til nú. Tey sipa til, at Kristin Michelsen og Bjarni Hammer ikki taka undir við uppskotinum um fiskivinnunýskipan, sum landsstýrið hevur latið løgtinginum. Sambært ungmannafelagnum spenna teir bein fyri, at fólksins ríkidømi verður verandi á nøkrum fáum hondum, heldur enn at fíggja vælferðina í Føroyum. Tað klæðir ikki so avgjørt ikki Javnaðarflokkinum at vera orsøkin til, at skríggjandi neyðin hjá pørtum av samfelagnum skal halda fram, halda tey í Sosialistiskum Ungum og sipa til, at tað er ikki nóg mikið av bústøðum, at Landssjúkrahúsið má fáa eykajáttan at kalla hvørt ár, og at lestrarumhvørvið í Føroyum ikki er kappingarført. Løgmaður hevur vent sær til Miðflokkin fyri at vita, hvat skal til fyri, at Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi, Framsókn og Miðflokkurin skulu skipa samgongu. Men tað er trupult at meta, um ein samgonga kann spyrjast burturúr, heldur John Johannessen, sum er politiskur eygleiðari og fyrrverandi tingmaður og landsstýrismaður hjá Javnaðarflokkinum. Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum vísti í tíðindaskrivi í dag á, at lønarkravið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum er søguliga høgt. Lønardeildin skrivar, at fara hinir lønarbólkarnir at krevja sama lønarvøkstur, so fer tað árliga at kosta samfelagnum fleiri hundrað milliónir krónur aftrat. Tí metir lønardeildin krøvini at verða ómøgulig at ganga á møti. Men Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar heldur, at trupulleikin er, at Fíggjarmálaráðið als ikki hevur víst vilja at samráðast, og tí brýtur fría samráðingarrættin. Felagið skrivar í tíðindaskrivi at Tað eru ikki samráðingar, tá Fíggjarmálaráðið hevur avgjørt frammanundan, hvat lønin skal verða, og noktar at flyta seg ein tumma. Hetta er brot á fría samráðingarrættin . Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar heldur, at Fíggjarmálaráðið við sínum tíðindaskrivi tykist vera áhugað í at samráðast í miðlunum. Og fløkjan av tølum, sum Fíggjarmálaráðið vísur á í tíðindaskrivinum, tykist mest vera ætlað at skula taka fokus frá veruligu støðuni ,sum er, at Fíggjarmálaráðið ikki virðir rættin hjá fakbólkum at samráðast hvør sær. Tað stendur í tíðindaskrivinum, sum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur sent miðlunum í kvøld. Felagið vísur á, at limirnir í felagnum fáa nógv minnið í løn enn aðrir starvsbólkar við samsvarandi útbúgving og ábyrgd, og at orsøkin til hetta er ein søguligur skeivleiki. Fíggjarmálaráðið krevur við sínum treiskni, at vit bara skulu góðtaka henda skeivleika , stendur í tíðindaskrivinum. Okkara áheitan er enn sum áður, at Fíggjarmálaráðið letur upp fyri lønarsamráðingum. Tað gevur lítla meining at skýra okkara krøv met høg, tá man als ikki nakrantíð hevur viljað samráðst um nøkur lønarkrøv vísur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar á í tíðindaskrivi. Talan er um tvær sendingar, sum vóru sendar í desember 2012. Í sendingunum fara vit eina ferð gjøgnum tónleikaligu yrkisleiðina hjá Jon Lord, sum andaðist stutt frammanundan, 71 ára gamal. Sendingarnar hava ikki áður verið tøkar á netinum. Morgunsendingin skiftir orð við Eyðbjørt Skylv Midjord, miðlafrøðing, sum væntar, at hashtagginum er lív lagað í fleiri ár aftrat. Sjónleikarin og bóndakonan Laura Joensen er uppvaksin úti á Fløtum og í Jónas Broncksgøtu í Havn. Hevur í útivið 40 ár havt húsini á Mýrini í Kilarkanalini. Tey sigast vera elstu hús eystan fyri Havnará og eru upprunaliga bygd í 1677. Laura leigaði tey frá Fornminnafelagnum, til hon keypti fyri fáum árum síðani. Laura er dóttir Áslu f. Hansen av Viðareiði og John Joensen úr Mykinesi. John og bróðurin Poul høvdu stóra fyritøku í Jónas Broncksgøtu við verkstøðum, handlum, bilum og skipum. Har var altíð lívligt og stuttligt at vera. Í tíðindaskrivi siga virkini bæði, at endamálið er at savna royndir og førleikar í einum sterkum føroyskum arkitekta og ráðgevingarvirki, sum bæði skal kunna kappast í Føroyum og uttanlands. SNA og Árni Winther Arkitektar hava arbeitt saman um stórar verkætlanir í nógv ár. Nevnast kunnu Vága floghavn, Landssjúkrahúsið og Sundsverkið. Frans Johannesen vann eisini gull, tá hann kom fyrstur á mál í 400 metrar blandað. Óli Mortensen gull 800 m. frí Óli Mortensen gull 400 m. frí Magnus Jákupsson gull 100 m. frí Magnus Jákupsson gull 50 m. frí Frans Johannesen gull 400 m blandað Magnus Jákupsson silvur 100 m. blandað Óli Mortensen silvur 1.500 m. blandað Magnus Jákupsson og Frans Johannesen kláraðu á hesi stevnuni donsku kravtíðirnar til EM á stuttgeil. Magnus Jákupsson í 100 m blandað og Frans Johannesen í 400 m. blandað, har teir umboða Danmark. GG Hesi tøl eru einans vegleiðandi. Kringvarpið hevur fingið serkøna hjálp, men vit skulu gera vart við, at upplýsingarnar kortini bara eru vegleiðandi. Eitt nú eru metingar gjørdar viðvikjandi kostnaðum og trygging, fíggjaravkasti og øðrum. Útrokningar eru áðrenn inntøkuskatt. Upphæddirnar eru í dagsins virði. Talan er um tvær høvuðsbroytingar í pensjónsskipanini fyri tað fyrsta hækkar pensjónsaldurin úr 67 til 67,5 í 2025 og til 68 i 2030. Tað merkir, at ein kann ikki fáa útgoldið privata ella almenna pensjón fyrr enn ein røkkur hesum aldri uttan so, at ein lýkur treytir fyri fyritíðarpensjón. Øll fáa eina pensjónsupphædd útgoldna frá landinum, tá farið verður um pensjónsaldur hetta er sokallaða fólkapensjónin. Fólkapensjónin er samansett av grundupphædd og viðbót. Í verandi skipan verður grundupphæddin, sum er ein partur av fólkapensjónini, útgoldin uttan mun til fíggjarligar umstøður, tað vil siga, at um tú arbeiðir eftir pensjónsaldur ella hevur eina trivaliga privata pensjón, so ávirkar hetta ikki grundupphæddina í almennu pensjónini. Men, frá 2020 verður fólkapensjónin mótroknað, um tú hevur eina inntøku arbeiði ella eginpensjón , sum er størri enn 202.000 um árið. Munurin er, at mótrokningin nú er verður treytað av inntøku, ið eisini fevnir um privata pensjón, sum ein hevur spart sær saman. Niðanfyri taka vit nøkur dømi við einum persóni, sum vinnur 30.000 krónur um mánaðin alt arbeiðslívið. Hetta er eitt tonkt dømi, tí tað er ósannlíkt, at nakar hevur eitt so støðugt arbeiðslív. Viðkomandi hevur eina løn á 30.000 krónur um mánaðin, og við pensjónsnýskipanini er lógarkravt, at ein rindar minst 12 av skattskyldugu inntøkuni til eginpensjón. Um so er, fær viðkomandi 21.966 krónur um mánaðin tey fyrstu 10 árini sonevnd ratupensjón . Síðani fellir útgjaldið niður til umleið 17.588 krónur um árið lívrenta, ið varar restina av lívinum . Við í hesum útgjaldinum er útgjald frá arbeiðsmarknaðargrunninum Samhaldsfasti , sum ikki hoyrir til tí almennu pensjónina. Útgjaldið frá Samhaldsfasta er umleið 5600 krónur. Fyrstu 10 árini verða umleið 22 mótroknað frá tí almennu pensjónini, tað er næstan 51 av grundupphæddini. Hareftir verður mótrokningin lækkað til umleið 4,5 av fólkapensjónini. Viðkomandi fær sostatt umleið 6.538 krónur í fólkapenjón um mánaðin fyrstu 10 árini, og eftir hetta fær viðkomandi umleið 7.997 krónur um mánaðin í fólkapensjón afturat eginpensjónini. Afturat hesum kemur tá útgjald frá Samhaldsfasta. Útgjaldið er 20.650 um mánaðin fyrstu 10 árini, eftir tú ert komin um pensjónsaldur. Síðani lækkar útgjaldið niður til umleið 17.058 krónur eftir 10 ár. Fyrstu 10 árini verða næstan 16,5 av almennu pensjónini mótroknað, tað er næstan 39 av grundupphæddini. Síðani verða beint omanfyri 5 mótroknað. Tað vil siga, at viðkomandi fær umleið 6.974 krónur í fólkapensjón fyrstu 10 árini, og síðani fær viðkomandi umleið 8.174 krónur um mánaðin frá landinum. Afturat hesum kemur tá útgjald frá Samhaldsfasta. Viðkomandi fær gott og væl 436 krónur meira frá landinum um mánaðin fyrstu 10 árini, enn tann sum byrjaði at gjalda til egna eftirløn 5 ár fyrr. Tað er yvir 5.000 krónur um árið tey fyrstu 10 árini. Sostatt verður fólkapensjónin mótroknað við umleið 8 fyrstu 10 árini, tað er umleið 18 av grundupphæddini. Síðani verður fólkapensjónin ikki mótroknað longur. Viðkomandi fær tí umleið 7.679 krónur frá landinum um mánaðin fyrstu 10 árini og síðani 8.371 krónur um mánaðin í fólkapensjón. Afturat hesum kemur tá útgjald frá Samhaldsfasta. Í stuttum er stórur munir á fólkapensjónsútgjaldinum hjá einum, sum rindar eftirløn frá viðkomandi er 25 ár og einum, sum fyrst rindar eftirløn sum 40 ára gamal. Fyrstnevndi fær 1.162 krónur minni frá landinum um mánaðin fyrstu 10 árini eftir roknan pensjónsaldur. Árliga er talan um 13.944 krónur meira til tann, sum fyrst byrjar savna saman privatpensjón sum 40 ára gamal. Grøni stabbin er mótrókningin. Stutta søgan er jú meir tú sjálvur sparir upp, antin umvegis eitt stórt inngjald, ella tí tú ert byrjaður tíðliga at spara upp, jú størri er missurin í almennari pensjón, tá ið tú røkkur pensjónsaldrinum. Grundupphæddin, ið er appelsinguli stabbin, verður við pensjónsnýskipanini mótroknað alt eftir støddini á tí bláa stabbanum, sum er privata pensjónin, ein hevur spart saman. Vandrætta linjan vísur aldurin, byrjað verður at gjalda til egna eftirløn. Við sigrinum á Neistanum fór VB upp á annað pláss. 1.VÍF 8 dystir 15 stig 2.VB 9 dystir 14 stig 3.Kyndil 8 dystir 12 stig 4.Neistin 9 dystir 9 stig 5.H71 6 dystir 6 stig 6.Stjørnan 8 dystir 2 stig 7. StÍF 8 dystir 0 stig Landsverk biður nú um tilboð um innbúgv til lærarar, granskarar og næmingar á Fróðskaparsetrinum, sum skulu flyta í Sjóvinnuhúsið á Vestaru bryggju í Havn næsta vár. Landsverk vektar tilboðini helvt um helvt viðvíkjandi prísi og góðsku, tá talan er um innbúgvið og starvsstovuna, og prísurin vektar 100 prosent viðvíkjandi AV útgerðini. Óvissan um kvoturnar av uppsjóvarfiski fyri 2018, hava fingið politikarar at ivast í, hvussu nógv av uppsjóvarfiski skal seljast á uppboðssølu í 2018. Semja er gjørd um makrelin, og har verður føroyski parturin sløk 103.000 tons, umleið 25.000 tons minni enn í ár. Útlitini fyri sildini eru uppaftur verri, tí ICES mælir til at minka mest loyvdu veiðuna við 41 prosentstigum, og tí eru útlit til at kvotan fer næstan niður í helvt í 2018. ICES mælir harafturímóti til áleið somu veiðu av svartkjafti næsta ár Absolute Music. Fleiri kennast ivaleyst við hetta heitið, tí hetta eru tær sokallaðu uppsamlingsfløgurnar, sum vóru tað heilt stóra í 90unum. Tað sigur Ottar í Funningsstovu, sum hevur verið dj ella plátuvendari, sum summi eisini kalla tað, í nógv ár. Í 90unum var hann nógv til arbeiðis á teimum ymisku diskotekunum serliga í Havnini. Í 2008 flutti hon úr Danmark til Føroya at búgva, og vildi fegin gerast partur av einum bindiklubbi. Men tað var ikki heilt einfalt. Í flestu bindiklubbum hava kvinnurnar kenst í nógv ár og hava nógv í felag. Tí er torført at koma nýggj í ein bindiklubb, sigur Charlotta Rein Hentze. Eg havi skrivað á Facebook, at kvinnur eru vælkomnar í hendan bindiklubbin, har allar eru nýggjar í bólkinum, sigur Charlotta Rein Hentze. Í dag er tað júst ein vika síðani, at vit hoyrdu um sokallaðu Paradise papers. Yvir 13 milliónir skjøl frá einum advokatfelagi á Bermuda, sum avdúkað, hvussu stórar fyritøkur og eisini rík og kend fólk royna at sleppa undan at rinda skatt. Í skrivligari fráboðan til lønardeildini í fíggjarmálaráðnum, boðar felagið í dag frá, at arbeiðssteðgurin verður víðkaður hósmorgni 16. november kl 07 00 at galda fyri allar sjúkrarøktarfrøðingar, ið arbeiða á B6 á Landssjúkrahúsinum. Vit í Norðurlondum hava á mangan hátt ein felags samleika. Okkara mentan, politikkur, søga og hugalag líkjast á nógvum hættum. Somuleiðis liggur norðurlendska mytologiin til grundar fyri einum felags samleika landanna millum. Hon er sjónlig í øllum teimum norðurlensku londunum. Íbúgvar og tónleikabólkar bera mytologisk nøvn, og fyritøkur hava mytologiskar ímyndir á teirra búmerkjum. Alt hetta boðar frá einum felags samleika. Eini kenslu at hoyra til. Vit skilja hvørt annað og deila ein skjótt 2000 ára gamlan mentanararv, sum er sjónligur enntá tann dag í dag. Við at presentera hendan mentanarv til ung í Føroyum og Norðurlondum, kunnu vit vera við til, at geva teimum eina størri fatan av teirra uppruna, og soleiðis styrkja um teirra samleikakenslu. Eisini kann tað vera við til at knýta bond millum londini. Tríggjar skúlasýningar hava verið. Í Løkshøll hava tvær sýningar verið og ein í SALT á Tvøroyri. Skúlasýningar verða í Norðurlandahúsinum í dag og í morgin, týsdagin. Í annaðkvøld verður so eisin ein almenn sýning. Vit hoyra bókina Anna Frank. Súsanna Davidsson skrivaði eftir vegleiðing hjá Evu Schloss, Pauli Hansen týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur góvu út í 2010. Finnur Hansen gjørdi ljóðmyndina. Vit hoyra bókina Anna Frank. Súsanna Davidsson skrivaði eftir vegleiðing hjá Evu Schloss, Pauli Hansen týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur góvu út í 2010. Finnur Hansen gjørdi ljóðmyndina. Vit hoyra bókina Anna Frank. Súsanna Davidsson skrivaði eftir vegleiðing hjá Evu Schloss, Pauli Hansen týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur góvu út í 2010. Finnur Hansen gjørdi ljóðmyndina. Vit hoyra bókina Anna Frank. Súsanna Davidsson skrivaði eftir vegleiðing hjá Evu Schloss, Pauli Hansen týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur góvu út í 2010. Finnur Hansen gjørdi ljóðmyndina. Vit hoyra bókina Anna Frank. Súsanna Davidsson skrivaði eftir vegleiðing hjá Evu Schloss, Pauli Hansen týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur góvu út í 2010. Finnur Hansen gjørdi ljóðmyndina. Heri Mohr er 92 ára gamal, og í hesi samrøðuni hugleiðir hann um tað at eldast. Nú er hann ikki longur ein gamal maður, sigur hann, men ein oldingi. Hann viðgongur millum annað, at hann er forfeingiligur, og at tað er ein drívmegi hjá honum í lívinum. Og so hevur hann tey einfaldu ráðini, at skulu vit eldast við yndi, so er at fáa góða hvíld. Tað týdningarmesta her í lívinum, sigur hann, er at hava góð viðurskifti við sína familju og síni nærmastu. Samrøðan varð gjørd í sambandi við Tematýsdagin tann 7. november í seinnapartssendingini Nón, ið snúði seg um at gerast gamal í Føroyum. Kári brúkar tað gamla og kenda lagið, men tvey tey fyrstu versini eru í tí upprunaligu útgávuni, sum er lættari og meira dansikend. Við árunum eru tónarnir javnaðir út, og ta útgávuna hoyra vit eisini í framførsluni Noreg er á fyrsta plássi, Svøríki á øðrum plássi, Finnland á triðjaplássi, Danmark á fjórða plássi, og so er eitt lop niður til Ísland, sum liggur á 10. plássi tá tað snýr seg um, hvussu frælsir fjølmiðlarnir í landinum eru. 180 lond eru lýst á einum heimskorti. og tey hava ljósagulan, myrkt gulan, appilsingulan, reyðan ella svartan lit, alt eftir, hvussu frælsir fjølmiðlarnir í londunum eru. Og so eru tað eisini lond, sum hava svarta litin, Kuba, Libya, Saudi Arabia, Kina, Egyptaland og niðast á listanum, sum nummar 180, NorðurKOrea, sum eisini er svart. Tað merkir, á yvirlitinum, at støðan hjá fjølmiðlum er sera vánalig. Yvirlitið lýsir eitt nú frælsið hjá journalistum at arbeiða, hvussu frælsir miðlarnir eru og trygdina hjá journalistunum í hvørjum landi. Hetta er tó ikki yvirlit yvir, hvussu góðskan á journalistikkinum er í hvørjum landi, skrivar felagsskapurin fyri journalistar uttan landamørk, RSF. Í sendingini er samrøða við hesi fólkini Nicolina Mikkelsen, vanliga rópt Lítla, Kristianna Sighvatsson, Teitur Lamhauge, Benjamin Poulsen, Sámal Petur Lervig, Meinhard Christiansen, Andrass Hansen, Annika Berg Høj og Reidar Joensen. Dopingeftirlitsfólkini fingu frálæru í mannagongdum, sum eru tengdar at hesum arbeiði og stóðu sjálvi fyri dopingroyndunum, sum vóru tiknar herfyri. Áður hava dopingroyndir bert verið tiknar tvær ferðir um árið. Nú hava vit møguleikan at fara meira málrættað út og hetta ger, at arbeiðið gerst meira støðugt og skipað , sigur Petur Mittún. Tað er ein trupul og óheppin støða, tað viðgongur Aksel V. Johannesen, løgmaður og formaður Javnaðarfloksins, nú tingmenn úr hansara egna flokki fáa samgonguna at ridla. Í apríl í ár var sokallaða suðuroyarsemjan gjørd um fiskivinnunýskipanina, í august var ein nýggj semja gjørd við 17 undirskriftum, men semjur í samgonguni tykjast ikki at halda, tí nú eru bara 15 atkvøður, ið stuðla uppskotinum um fiskivinnunýskipan. Tað eru javnaðartingmennirnir, Kristin Michelsen og Bjarni Hammer, báðir av Tvøroyri, sum ikki taka undir við uppskotinum, sum tað sær út nú. Tað vil siga, at tveir tingmenn í flokkinum hjá løgmanni, elva løgmanni og samgonguni trupulleikar I dag varð landsstýrisfundur, har politiska støðan varð umrødd, nú meiriluti ikki er í samgonguni fyri uppskotinum um fiskivinnunýskipan. Formennirnir í samgonguflokkunum vóru eisini á fundi í gjár um politisku støðuna. Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, og Poul Michelsen, formaður í Framsókn, vandaðu sær um orðini, tá teir komu av landsstýrisfundi í dag. Javnaðarflokkurin er í stórum trupulleikum, nú tingfólkini hjá flokkinum ikki ganga í takt. Tað skapar eisini stórar trupulleikar í samgonguni, tí maktbalansan kann broytast millum samgonguflokkarnar. Tað metir John Johannessen, viðmerkjari. Tað eru tingmennirnir hjá Javnaðarflokkinum, Kristin Michelsen og Bjarni Hammer, sum ikki taka undir við fiskivinnunýskipanaruppskotinum hjá samgonguni soleiðis sum tað sær út nú. John Johanessen sigur, at tað kann hava verið ein taktiskur feilur av samgonguni at skifta formann í vinnunevndini. Javnaðartingmaðurin, Bjarni Hammer, hevur verið formaður síðani samgongan varð skipað í september 2015, men tá valskeiðið var hálvrunnið, átti Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi tørn sum forkvinna í vinnunevndini. Tað kann hava havt við sær, at Bjarni Hammer ikki hevur somu ábyrgdarkenslu av nýskipanaruppskotinum, metir John Johannessen. Hóast politiska støðan er trupul hjá Javnaðarflokkinum og samgonguni sum heild, so ber tó framvegis til at koma á mál við nýskipanaruppskotinum, sigur John Johannessen, viðmerkjari, við Dag og Viku í kvøld. Tað er ørkymlandi at vera avvarðandi hjá illa sjúkum, nú verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum enn einaferð er hert. Tað ásannar Marita Klein Joensen, eftir at omma hennara fekk eina heilabløðing fyrr í mánaðinum. Omman gjørdist lamin og varð innløgd á B7 á Landssjúkrahúsinum, men so kom verkfallið og omman mátti flytast av deildini. Ætlanin var at senda eldru kvinnuna til Suðuroyar, men lukkutíð fyri tey avvarandi, bleiv hendan avgerðin broytt, og omman varð flutt á Klaksvíkar sjúkrahús, so familjan kundi vera hjá henni mest møguligt. Verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum kann herðast meira, men tað er ikki ráðiligt fyri sjúklingin at leggja alt arbeiði niður, heldur fakfelagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum. Á Landssjúkrahúsinum eru tvær deildir stongdar, men akutt sjúklingarnir á skurðdeildini, sum stongdi í morgun, eru bara fluttir á eina aðra deild, A3. Nú liggja 13 sjúklingar liggja á tí deildini tríggir fleiri enn tað er pláss fyri. Lagið var gott og vónirnar góðar, tá Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum, saman við restini av nevndini, fór til lønarsamráðingar hjá landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, Kristinu Háfoss T , í dag. Pedagogfelagið vil ikki siga, hvørji ítøkilig ynski felagið hevur í samráðingunum, men Jógvan Philbrow hevur áður víst til AKF skala in ,sum hevur eina endaløn, sum er yvir 37.000 krónur um mánaðin. Í dag er endalønin hjá pedagogunum 29.000 krónur. Tað vil siga, at 8000 krónur meira um mánaðin skulu til, um hetta skal gerast veruleiki. Stóru reiðaríini halda, at útrokningarnar hjá Fiskimálaráðnum fara ov lætt um reglurnar um antitrust. Stóru reiðaríini verða ikki rakt av antitrust nú, men tað verða tey, tá størri felagskvotur skulu skipast sum eginkvotur. Tað siga reiðararnir á teimum stóru reiðaríinum Varðanum, JFK, Framherja og Christiani í Grótinum. Sum er, rakar onki av stóru reiðaríinum markið í antitrust reglunum, sum er sett til 17,5 av samlaðu kvotunum. Størsta fyritøkan, Varðin, eigur sum er 15,5 av kvotunum, JFK 11 , Framherji 13 og Christian í Grótinum 9,3 . Tann myndin kann tó broytast, um tað gongst sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Høgni Hoydal T , ætlar. Hann skrivar soleiðis til vinnunevndina Hetta eru stórreiðararnir ikki nøgdir við, tí tá størri felagskvotur verða skipaðar sum eginkvotur, tá fer parturin hjá stóru reiðaríunum eisini at vaksa munandi, og tá verður teirra partur helst størri enn 17,5 prosent. Tað vísti seg, at antitrust markini fyri reiðaríini vóru ikki so høg, sum vit høvdu roknað við. Men tá vit so fóru at nærlesa tað, sóu vit, at í framtíðini ætlar hann at gera felagskvotur um til eginkvotur, og tá tað verður gjørt, broytast eginkvoturnar, og tá vil roknstykkið ikki passa serliga væl longur , sigur Anfinn Olsen, formaður í Reiðarafelagnum og stjóri í Framherja, við Dag og Viku. Wunder Pizza snýr seg um ein trøllvaksnan mann, ið býr heima hjá mammu síni, men ikki lyftir ikki hond frá síðu og brúkar allar tíðina upp á at spæla telduspøl. Tá hann fyrstu ferð verður kroystur til arbeiðis sum pizzaboð av mammuni, henda ting og sakir. Wunder Pizza var ein av 19 stuttfilmum, sum blivu til um vikuskiftið. Teir 60 luttakararnir í kappingini fingu 48 tímar at gera ein film, sum skuldi vera millum 2 og 6 minuttir til longdar. Arbeiðssetningurin var fyrstu ferð , og so skuldi ein lykil vera partur av søguni. Deildin, sum ger lidnar vørur, hevði bara fýra milliónir krónur í halli í triðja ársfjórðingi. Hallið var 47 milliónir krónur í triðja ársfjórðingi í fjør. Semingsstovnurin ger í dag aftur eina roynd at fáa fakfelagið hjá sjúkrarøktarfrøðingum og Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum aftur til samráðingarborðið. Og klokkan sjey hósmorgunin ætlar felagið at víðka verkfallið, so tað eisini verður fyri allar 30 sjúkrarøktarfrøðingar á B6 á Landssjúkrahúsinum. Í gjáramorgunin komu allir sjúkrarøktarfrøðingar, sum arbeiða á seingjardeildini á Klaksvíkar sjúkrahúsi, og allir sjúkrarøktarfrøðingar á G4 á Landssjúkrahúsinum upp í verkfalli. Annars eru narkosu sjúkrarøktarfrøðingar, leiðandi sjúkrarøktarfrøðingar á øllum trimum sjúkrahúsunum, og sjúkrarøktarfrøðingar á B7 á Landssjúkrahúsinum í verkfalli. Mikudagin verður samgongufundur um støðuna, sum er íkomin, síðani Bjarni Hammer og Kristin Michelsen úr Javnaðarflokkinum hava tikið seg úr semjuni í samgonguni um fiskivinnunýskipanina. Aksel V. Johannesen, løgmaður segði á middegi mánadagin, at virðini í fiskivinnuni eru milliardastór, og at trýstið á samgongutinglimir er øgiligt. Higartil hevur tað verið soleiðis, at eftirlitsfólk úr Antidoping Danmark eru komin til Føroya umleið tvær ferðir um árið at gera dopingroyndir. Fimm fólk, sum eru knýtt at Ítróttarsambandi Føroya hava í farna mánaði fingið góðkenning sum eftirlitsfólk, og tað merkir, at hesi fólkini kunnu kanna føroysk ítróttarfólk fyri doping. Petur Mittún er aðalskrivari hjá Ítróttarsambandinum, og sambært honum er hetta eitt stórt fet á leiðini fyri at seta fokus á doping í ítrótti. Hetta er ikki eitt tekin um, at doping er ein stórur trupulleiki í føroyskum ítrótti, men meira at vit vilja málrættað innsatsin og tað, at vit kunnu vera meira sjónlig og upplýsa um doping, sigur Petur Mittún. Tað var ógvuliga kollveltandi at fáa at vita sum 16 ára gomul, at eg havi hesa sjúkuna, og sjúkan hevur verið ein avbjóðing líka síðani, hóast eg í dag dugi betur at handfara teir ymisku avbjóðingarnar, sum kunnu stinga seg upp, sigur Guðrið Reinert Joensen. Fólk seta ofta løgnar og óbehagiligar spurningar, men tað er sjálvandi tí, at tey ikki vita, hvat tað vil siga at hava diabetis, sigur Guðrið Reinert Joensen. Lønardeildin gruggar málið við tølum, sum als ikki hava hald í veruleikanum. Tað sigur Óluva í Gong, nú Lønardeildin hevur sent eitt tíðindaskriv út, har kostnaðurin av einum sjúkrarøktarfrøðingi verður samanborið við kostnaðinum av einum lærara. Sambært tølunum hjá lønardeildini fær ein sjúkrarøtkarfrøðingur í miðal yvir 38.000 krónum um mánaðin, men tað kennir forkvinnan hjá sjúkrarrøktarfrøðingunum einki til. Byggi og býarskipanarnevndin í Tórshavnar býráð hevur samtykt at geva Bústøðum loyvi at halda fram við ætlanini at útstykkja undir Gráasteini til 22 íbúðir, upplýsir Tórshavnar kommuna í tíðindaskrivi. Tá tú fert í nýtt starv, sum varar meir enn ein mánaða, og sum í miðal er meir enn 8 tímar um vikuna, skalt tú við lóg hava setanarskriv frá arbeiðsgevaranum. Tað er serliga tá ósemjur taka seg upp, at setanarskrivið kann hava stóran týdning, sigur Monika N. Johannesen, sum starvast hjá Samtaki. Fólkatalið veksur mest í Tórshavnar kommunu, men luftfalsliga skjótari í Streymoynni annars, Vágum og í Eysturoynni, upplýsir Hagstovan á heimasíðu síni . Tað verður sett serligt toymi av løgreglufólkum úr Føroyum og serfrøðingum frá Statsadvokaten for Særlig Økonomisk og International Kriminalitet, sum tekur sær av kanningararbeiðnum. Toymið skal kanna fráboðanina frá Taks um, at EIK Banki nú P f Betri Banki í 2011 2012 royndi snúgva sær undan skatti fyri milllióna upphædd. Tað skrivar John Kølbæk, fúti, í tíðindaskrivi. Stóri samfelagsligi týdningurin av málinum ger, at alt verður gjørt fyri, at grundarlagið at meta um málið verður so gott sum til ber. Taks meldaði EIK Banka til politiið 21. september 2017, eftir at Bárður Larsen hevði kannað, hvat fór fram viðvíkjandi sakarviðgerðini av sjálvuppgávuni hjá bankanum fyri árið 2011. Bankin er undir illgruna fyri brot á 139 í skattalógini um skattaundandrátt. Málið er bæði faktuelt og løgfrøðiliga sera fløkt. Tí eri eg glaður fyri, at Statsadvokaten for Særlig Økonomisk og International Kriminalitet hevur játtað at hjálpa til við kanningararbeiðnum. Tey eru von við at kanna og meta um allar størstu og mest fløktu fíggjarligu revsumálini, so tað verður stór hjálp í hesum málinum. Eg skal tó undirstrika, at málið hevur eina høga raðfesting orsakað av samfelagsliga týdninginum, málið hevur, skrivar John Kølbæk, fúti, í tíðindaskrivinum. Bjarni Hammer og Kristin Michelsen úr Javnaðarflokkinum standa ikki við semjuna, sum samgongan saman við Sonju Jógvansdóttir gjørdu í august um at nýskipa fiskivinnuna. Og nú ger Jónleif Johannesen, eisini úr Javnaðarflokkinum, greitt, at hann vil hava Vinnunevndina at umhugsa at broyta uppskotið, tí ávísar kvotur minka næsta ár. Sum leigusáttmálin fyri lestraríbúðunum í Marknagili er orðaður, lýkur hann helst ikki ásetingarnar um tíðaravmarkaða leigu. Tað heldur Mimi Steintórsdóttir, advokatur. Tað er serliga ein orðing um, at fólk sleppa at flyta inn aftur eftir summarfrítíðina, sum ger, at sáttmálin ikki lýkur krøvini til at vera tíðaravmarkað leiga í leigulógini. Fyri góðari viku síðani kom fram, at útleigarin, smápartafelagið Mark, vil hava tey lesandi út í summarfrítíðini, tí tá skulu íbúðirnar brúkast til annað virksemi. Sambært leigulógini er ikki loyvt at koyra fólk út í eitt tíðarskeið fyri síðani at lata leigimálið halda fram, men tað eru ráð fyri tí. Fyri at kunna gera tað lógliga, so mugu tey gera eina stuttfreistaða leiguavtalu, sum gongur fram til juli, og so má hon endurnýggjast frá 1. august. Tað sigur formaðurin í leigunevndini, Andrass Holm Arge. Haraftrat stendur, at leigumálið er galdandi skúlaárið 2017 2018 fram til 30. juni 2018, og at leigumálið er tøkt aftur til skúlabyrjan næsta ár tað vil siga 1. august 2018. Í sáttmálanum stendur at lesa, at sáttmálin ikki fevnir um juli mánaða, tá leigumálið skal brúkast til annað endamál. Sambært Mimi Steintórsdóttir, advokati, skal eitt stutt tíðarleigumál enda og kann ikki halda fram. Prinsipielt kann man gott gera ein sáttmála fyri eitt skúlaár, sigur hon, men skal leigusáttmálin lúka treytirnar fyri tíðaravmarkaða leigu, skal leigumálið halda uppat. Tá hevur leigarin ikki krav uppá, at flyta inn aftur, tá skúlaárið byrjar aftur. Um leigarin kærir til leigunevndina, so kann leigurevndin siga, handan treytin er ólóglig, og hetta er í veruleikanum eitt vinnuligt leigumál, tí kanst tú ikki vera blakaður út. Tað kundi til dømis verið ein avgerð hjá leigunevndnini. Gordon Rajani, stjóri í Mark, sigur í stuttari viðmerking, at enn hevur eingin kært, og hann hevur ongar ætlanir hevur um at broyta sáttmálan. Kærunevndin í almanna og heilsumálum hevur broytt mannagongd hjá Almannaverkinum viðvíkjandi endurgjaldi fyri ríðing sum viðgerð hjá børnum, sum bera brek ella hava varandi sjúku. Heildarmetingin er, sigur Kærunevndin, at meirútreiðslan til ríðing, er allur kostnaðurin, tí talan er um ein tørv av viðgerðarkendum slagi, og er tá allur tørvurin ein meirútreiðsla. Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkakvinna, vísir á, at arbeiðsgevarar kunnu sambært skattalógini draga gjald til yrkisfelag frá í skatti, men arbeiðstakarar hava ikki sama rætt. Sonja Jógvansdóttir sigur, at føroyski arbeiðsmarknaðurin er ein tann best skipaði í øllum í heiminum, tí meira enn 80 prosent av øllum løntakarum eru limir í fakfelagi, og arbeiðsgevararnir eru skipaðir í Vinnuhúsinum og reiðarafelagnum. Í Danmark er frádrátturin 6.000 krónur um árið, í Noregi 3.850 norskar krónur, og í Svøríki verður skipanin við frádrátti sett í gildi aftur næsta ár. Hon varð tikin av í 2007, verður upplýst í viðmerkingunum til uppskotið. Bill Justinussen úr Miðflokkinum, Hanna Jensen úr Framsókn, Kári P. Højgaard úr Sjálvstýri og Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna. Bill Justinussen úr Miðflokkinum, Hanna Jensen úr Framsókn, Kári P. Højgaard úr Sjálvstýri og Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna. Avstralia endaði fyrr í vikuni mánaðardrúgva vegleiðandi brævatkvøðugreiðslu um hjúnarlag millum samkynd. Nógv verður gitað, men enn er sera ilt at siga, hvat úrslitið verður. Spurnarblaðið hevði einans ein spurning, og var tann spurningurin, um lógin skuldu broytast, soleiðis at samkynd kunnu giftast í Avstralia. Endamálið við spurnarkanningini var at fáa innlit í hugburðin hjá avstraliumonnum á økinum. Nógvur stuðul hevur verið fyri at broyta lógina, soleiðis at samkynd kunnu giftast í Avstralia. Eitt nú verða fleiri tiltøk komandi dagarnar, har fólk væntandi fara at hátíðarhalda ja úrslitið . Verður meirluti fyri at samkynd kunnu giftast, verður Avstralia 19. landið, sum loyvir hesum hjúnarlagi, skrivar Kristeligt dagblad. Talið av londum er trífaldað síðani 2010, og hugsanin um samkynd er eisini í broyting kring allan heim, skrivar Kristeligt Dagblad. Ein kanning, sum Gigni og Granskingardepilin fyri samfelagsmenning gjørdu í 2011 2012, vísti eina støðumeting av børnum, sum ganga í 1. flokki. Úrslitini vóru greið. Kanningin vísti, at fjórða til fimta hvørt barn í fyrsta flokki vigar ov nógv. Og vigar eitt barn ov nógv tá, sær tað út til, at yvirvektin er trupul at sleppa av við, sigur Kala Rajani Hansen. Í morgunsendingini greiddi hon frá trupulleikanum við børnum og ovurfiti, og harafturat svaraði hon eisini spurningum frá lurtarunum. Ein avleiðing av politisku støðuni, har samgongan ikki hevur meiriluta fyri sínum egna fiskivinnupolitikki, er at arbeiðið í Vinnunevndini hjá løgtinginum fyribils liggur stilt. Lógaruppskotið um fyrisiting av sjófeingi hevur skjótt ligið í Vinnunevndini í tveir mánaðir. Hesa tíðina hevur Vinnunevndini roynt at arbeiða við uppskotinum, soleiðis at fleiri flokkar kunnu taka undir við tí. Men nú Javnaðarflokkurin gongur í tvíningum, ber ikki til at fáa andstøðuna at taka uppskotið, sum fyriliggur, fyri fult. Tað ásannar Bjørt Samuelsen, forkvinna í Vinnunevndini Fólkatalið var 50.322 tann 1.oktober. Tað eru 707 fleiri enn 1.oktober í fjør. Vøksturin er 1,4 prosent. Hetta stendur á heimasíðuni hjá Hagstovuni. Orsøkin er fyrst og fremst, at nógv fleiri fólk fluttu til Føroya enn úr Føroyum, nettotilflytingin er 442. Burðaravlopið, munurin millum fødd og deyð, er 265. Fólkatalið veksur mest í Tórshavnar kommunu, men luftfalsliga skjótari í Streymoynni annars, Vágum og í Eysturoynni, upplýsir Hagstovan. Fleiri menn enn kvinnur eru millum tey 707 fólkini, sum komu afturat fólkatalinum í Føroyum frá 1.oktober í fjør til 1.oktober í ár. Einaferð fyri langari tíð síðani var alt gott í ævintýrlandinum Regnum. Ein dag og eina nátt á hvørjum ári lýsti ein stjørna fagurliga um alt landið. Henda dag og hesa nátt savnaðust øll í landinum til fundar á kongsborgini Moenia. Basilovs kongur, ið var ein góður kongur, skipaði fyri hesum árliga fundi, at vita um fólk vóru glað ella ónøgd og um nakað var, ið kundi verið betri. Kongur hevði ein ráðgeva, ið æt Mokturus, men kongur visti ikki, at Mokturus ynskti sær vald og vildi vera kongur. Mokturus visti, hvat hann skuldi gera stjørnan mátti hvørva. Var hon í Regnum, var alt gott, men hvarv hon, var alt keðiligt og grátt. Tá fór kongur at gerast sorgarbundin og fór at leggjast í songina. Og so ein dagin var stjørnan horvin, og kongur gav boð um at leita eftir henni. Katrin Nolsøe og Kári Sólstein skrivaðu leikin og løgdu til rættis í 2002. Lena Anderssen og Niclas Johannesen hava smíðað orð og løg. Finnur Hansen og Niclas Johannesen hava framleitt tónleikin. Jón Svein Heinesen setti saman. Eyðun Johannesen er frásøgufólk. Hetta eru nakrir av spurningunum, ið verða viðgjørdir í TemaTýsdegnum hesuferð, nú evnið er Menniskja og náttúran. Vit leggja fyri við júst hesum hugtaki, tá Jógvan D. Hansen, heimsspekingur, og Magnus Gaard, lívfrøðingur, fara at hugleiða um evnið Menniskja og náttúru, eitt nú við støði í tí filosofiska, eksistensiella og náttúruvísundaliga. Hvussu fara vit fram, tá stórar eindir skulu byggjast, og í hvønn mun skal hugsast um lendi, náttúru, og tað, sum frammanundan er bygt Hesar og aðrar spurningar viðgera vit saman við Albert Isfeld, arkitekti, og fara á eina arkitektoniska snarferð til Havnar, inn á Skála, yvir á Glyvrar, og norður til Klaksvíkar. Í Havn vitja vit Tórsbyrgið, á Skála er evnið nýggja dokkhøllin, á Glyvrum umrøða vit nýggja framleiðslubygningin hjá Bakkafrosti, og í Klaksvík er tað Heimið við Vánna, ið verður umrøtt. 17. november verða undirskriftirnar, ið FNU savnar fyri at fáa økið vesturi á Víkum í Vágum friðað, sendar yvirfriðingarnevndini. Hvat er hetta fyri eitt økið Vit fáa eina frágreiðing frá lívfrøðinginum Janusi Hansen. Vit seta eisini spurningin um hví økið vesturi á Víkum skal friðast, tá Sigurd Nordendahl, landafrøðingur, og Teresa Jákupsdóttir, nevndarlimur í Føroya Náttúru og Umhvørvisverndarfelag, skifta orð um evnið. Eisini spyrja vit Atla Gregersen, stjóra í alifyritøkuni Luna, hví alast skal vesturi á Víkum og hvussu alingin kann skipast. John Kølbæk, fúti, hevur verið í sambandi við Statsadvokaten for Særlig Økonomisk og International Kriminalitet, rópt SØIK, og hevur nú biðið tey hjálpa sær við kanningararbeiðnum. SØIK skal, saman við løgregluni í Føroyum, hjálpa fútanum at taka støðu til, hvørt revsimál skal reisast mótvegis Betri Banka. Higartil er ongin avhoyrdur í málinum. Tað verður kanningartoymið, sum nú fer at taka støðu til, hvørt avhoyringar skulu gerast fyri at kanna málið til botns. Kanningararbeiðið verður skipað soleiðis, at kanningarfólk frá SØIK og kanningarfólk frá løgregluni í Føroyum fara at arbeiða saman í toyminum. Avbjóðingin hjá løgregluni verður at finna útav, hvørt EIK Banki hevur roynt at kanna sær ein skattafrádrátt, og um hetta er gjørt við vilja ella av ósketni. Tað er ikki greitt, hvussu langa tíð kanningararbeiðið fer at taka, men málið hevur høga raðfesting hjá løgregluni orsakað av samfelagsliga týdninginum, tað hevur, sigur fútin. Annita á Fríðriksmørk, tingkvinna fyri Tjóðveldi, er um at missa tolið við samgongufeløgnum í Javnaðarflokkinum. Kvoturnar av uppsjóvarfiski eru óvanliga høgar í løtuni, men komandi ár lækkar kvotan av makreli, og tað ferð kvotan av norðhavssild væntandi eisini at gera, og so eru fyritreytirnar fyri fiskivinnusemjuni broyttar, siga javnaðarfólk. Kristin Michelsen og Bjarni Hammer eru lopnir frá semjuni, og Jónleif Johannesen er eisini farin at ivast í semjuni, men Óluvá Klettskarð, tingkvinna fyri Tjóðveldi, heldur ikki at fortreytirnar eru broyttar. Tað hevði stóran týdning fyri Betri Samtakið at leggja dent á, at tey høvdu upplýst TAKS til fulnar, áðrenn TAKS á sumri 2015 játtaði, at bankin hevði rætt til ein skattafrádrátt fyri goodwill. Tí tað er revsivert at upplýsa skeivt fyri skattavaldinum, men í skattamálinum er eitt nú dømi um, at bankin hevur sent TAKS ein javna, sum vísur hálva milliard skeivt. Bankin vísti heldur ikki TAKS á ivamálini, sum grannskoðarin hjá bankanum hevði víst á. Kanningin hjá løgfrøðinginum Bárði Larsen av skattamálinum kom tí til niðurstøðuna, at tað møguliga lá eitt tilvitað val aftanfyri, at bankin gav TAKS misvísandi upplýsingar. At bankin tilvitað gjørdi hetta fyri sleppa undan skatti, og tí var málið meldað. Løgreglan hevur nú vent sær til SØIK fyri at kanna skattamálið til fulnar. Birgir Nielsen, nevndarformaður í Betri Samtakinum, vil ikki gera samrøðu við Kringvarpið, tí hann heldur ikki, at nakað nýtt er í málinum. hann sigur tó í stuttari viðmerking, at hann heldur, at tað er positivt, at SØIK verður tikin upp í kanningina hjá fútanum, tí so eru betri útlit fyri eini skjótari niðurstøðu, sigur hann. Blákrossheimið fyrireikar viðgerðartilboð til børn og ung undir 18 ár, men hóast viðgerðartíðin er 1 ár, røkkur játtanin bert til 16 vikur. Men kostnaðurin átti ikki at komið óvart á politikararnar, tí kostnaðurin hevur allatíð verið greiður, sigur leiðarin á Blákrossheiminum, Olga Magnussen. Vit spurdu Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum, um tær 1,6 milliónir krónurnar, sum eru settar av til øki, eru farnar fyri skeyti, nú tað sær út til, at 1,8 milliónir krónur fara at mangla í. Steyp, sum Hans Pauli Samuelen hevur vunnið 2017 Føroyameistari Víkingur 2016 Føroyameistari Víkingur 2015 Føroyameistari B36 2012 Føroyameistari EB Streymur 2011 Steypavinnari EB Streymur 2010 Steypavinnari EB Streymur 2008 Føroyameistari EB Streymur 2008 Steypavinnari EB Streymur 2007 Steypavinnari EB Streymur Kanningin vísir, at ikki altíð er samsvar millum heilivágslistan hjá læknum og tann heilivág, sum fólk fáa, upplýsir Heilsumálaráðið, sum gjørdi kanningina saman við Apoteksverkinum. Við slíkari heilivágsgjøgnumgongd, sum Heilsumálaráðið kallar hana, er møguleiki at fáa hetta rættað og samstundis minka heilivágsnýtsluna. Higartil vísir verkætlanin, at fólk í røktarheimum fáa fimm prosent færri sløg av heilivági eftir gjøgnumgongdina, og at tíðin, sum starvsfólkini brúka at geva heilivág, styttist átta prosent. Hann mælir millum annað til, at í fyrsta lagi fáa fólk í røktar og ellisheimum tilboð um heilivágsgjøgnumgongd eina ferð um árið. Í øðrum lagi verður mælt til, at øll, sum eru 65 ár og eldri, fáa heilivágsgjøgnumgongd eina ferð um árið. Tað fer at kosta okkurt um 4,6 milliónir krónur um árið at ganga gjøgnum heilivágin hjá fólki, 65 ár og eldri, sum fáa meira enn fýra sløg av heilivági frá lækna. Millum teirra er uppskotið hjá Sonju Jógvansdóttur, uttanflokkatingkvinnu, um, at fakfelagslimir kunnu draga limagjald til yrkisfelag frá í skatti. Sonja Jógvansdóttir vísir á, at arbeiðsgevarar kunnu, sambært skattalógini, draga gjald til yrkisfelag frá í skatti, men arbeiðstakarar hava ikki sama rættin. Talið av londum er trífaldað síðani 2010, og hugsanin um samkynd er eisini í broyting kring allan heim, skrivar Kristeligt Dagblad. Meirilutin av avstralsku veljarunum hava atkvøtt fyri at loyva samkyndum at ganga í hjúnarlag. Tað skrivar blaðið, The Australian. Avstralski forsætisráðharrin, Malcolm Turnbull, sigur, at hann fer at senda lógaruppskot um hetta í parlamentið, nú meirluti er fyri tí. Funnist hevur verið at Turnbull, tí hann ikki beinanvegin sendi uppskotið til atkvøðugreiðslu í parlamentinum, men heldur sendi tað til fólkaatkvøðu, og at fólkaatkvøðan hevur kostað avstralska skattgjaldaranum 122 miljónir avstralska dollarar, tað svarar til áleið 590 miljónir krónur. Krøvini til teirra, ið varða av stóru tólunum, eiga at vera nógv størri, heldur Jóhan Carl Dam, sum nú fer undir sítt annað skeið í Arbeiðsumhvørvisráðnum. Økta tilflytingin til høvuðsstaðin við nýggjum borgarum úti úr heimi hevur við sær tørv á skipanum og tænastum bæði til borgararnar og kommununa sjálva sum tænastuveitara og arbeiðsgevara. Kommunan hevur í longri tíð arbeitt við átøkum og skipanum innan integratión, og fyrr í ár varð avgjørt at skipa eitt starv burturav til hetta vaksandi virkisøkið. Siri Helgafóttir Tórgarð byrjaði í starvinum 1. november. Saman við trivnaðarnevnd Tórshavnar býráðs verður nú neyvari ætlan løgd fyri arbeiðinum, har tað verður lagdur dentur á at fáa í lag skipaðar mannagongdir, málrættað tænastustøði og økt innlit í integratiónsøkið sum heild. Dávur Birgisson hevur spælt nakrar konsertir í Kina, og ein teirra var rættiliga serstøk, tí millum áhoyrararnar var danski krúnprinsurin. Dávur Birgisson kemur aftur til Føroya í desember, og síðstu viku í februar hevur føroyski gittaristurin eina konsert í Lisaskálanum í Havn. Stutt eftir, í juni 2016, lutaði norska stjórnin út nýggj loyvi til oljuboring í Arktis. Trý av teimum eru í nýggjum øki í landssynnings partinum av Barentshavinum. Tað er Krabbameinsfelagið sum vil hava eina betri heildarmynd av hvussu føroyskir sjúklingar uppliva hetta at fara uttanlands til kanningar og eisini til viðgerð av ymiskum slag. Kanningin er ikki bert fyri krabbameinssjúklingar, men øll, sum hava royndir at fara uttanlands til viðgerð, ella kanning, verða biðin at svara spurnarblaðnum. Guðlaugur Thór Thordarson, uttanríkisráðharri í Íslandi, Doris Jakobsen Jensen, landsstýriskvinnan í uttanríkismálum í Grønlandi, og Poul Michelsen skulu tala á fyrsta Arctic Circle Forum í Skotlandi nakrantíð, skrivar BBC. Tríggjar daga langa ráðstevnan byrjar sunnudagin 19. november, og evnið er altjóða royndir at hjálpa fjarskotnum samfeløgum og oyggjasamfeløgum til framgongd og treysti. Skotski fyrstiráðharrin, Nicola Sturgeon, setur ráðstevnuna, og millum annað formaðurin í bretsku veðurlags nevndini, Lord Deben, og skotski uttanríksiráðharrin, Fiona Hyslop, verða við. Hyslop sigur, at felags avbjóðingarnar í heiminum gera, at tað hevur uppaftur størri týdning, at Skotland knýtur tøtt sambond við aðrar líknandi tjóðir, og gongur á odda í stóru málunum. Tí fegnist eg um, at Skotland verður vertur fyri Arctic Circle Formum, sigur Fiona Hyslop. Hon vísur á, at Skotland kann læra av Íslandi í sambandi við ferðavinnu, og Skotland kann læra onnur um loysnir fyri at minka um CO2 útlát. Á ráðstevnuni verða umboð fyri lærdar háskúlar, vinnulívið, stjórnina, fyritøkur og áhugafelagsskapir, skrivar BBC. Ráðstevnan endar 21. november. Gamla ítróttarhúsið varð tikið í nýtslu fyrst í sekstiárunum og er í dag alt ov lítið og ótíðarhóskandi, sigur Ólavur Larsen, formaður í mentanardeildini hjá Fuglafjarðar kommunu. Ætlanin er nú at gravað og planerað nýtt økið til nýggja ítróttarhúsið, sum verður áleið 640 fermetrar. Um alt gongur eftir ætlan, verður klárt at flyta inn í ein part av nýggja húsinum komandi heyst, sigur Ólavur Larsen. Mynd Bjørg Mohr Anderssen Í nátt koyrdu stríðsvognar inn í høvuðsstaðin, Harare, og sambært íbúgvum í býnum, hava spreingingar verið at hoyrt nærindis lærda háskúlanum, og skot eru latin av nærdis privata bústaðnum hjá forsetanum í Borrowdale. Hermenn hava tikið yvir almennu sjónvarpsrásina, ZBC. Í sjónvarpssending í nátt segði ein talsmaður fyri herin, at hetta snýr seg ikki um hernaðarkvett. Hann legði doyðin á, at Robert Mugabe, forseti, og familja hansara hava tað gott og eru í tryggum umstøðum. Hann hevur verið høgra hond hjá Mugabe í fleiri ára tíggju, og seinastu tíðina hevur hann verið gott boð upp á tann, sum skal taka við eftir Mugabe. Á tíðindafundi mánadagin ávaraði ovasti hernaðarleiðarin í Simbabvi, Constantino Chiwenga, flokkin um, at herurin kann verða noyddur at leggja uppí, um jagstranin av borgarum, sum vóru við í sjálvstýrisstríðnum í 1970 unum, ikki heldur uppat. Íblásturin til yrkingina Lat hurðar upp, ger borglið breið , kemur frá Sálm. 134 og er yrkt í frá 1551, Kenda lagið, sum oftani verður sungið í dag, varð fyrstu ferð brúkt tá Elizabeth onnur drotning í Bretlandi varð krýnd í 1953. Lagið hevði Vaughan Williams gjørt til krýningina. Petur Mohr Niclasen, stjóri í húsameklarafyritøkuni Skyn, sigur, at prísirnir eru vaksnir seinastu árini, og væntast kann, at prísirnir halda fram at vaksa, tí eftirspurningurin eftir bústaði í økinum er stórur. Í miðal eru húsaprísirnir hjá Skyn í Eysturoynni vaksnir við 25 30 prosentum seinastu trý árini. Sambært fólkum, sum búgva á Skála, eru nógvir tilflytarar í økinum, sum koma ymsa staðni frá og ikki neyðturviliga hava tilknýti til økið. Tórður Mikkelsen tosaði við vágbingin Reidar Joensen, sum sjálvur er tilflytari á Skála. Nikolina Mikkelsen, sum er uppvaksin á Skála, sigur seg eisini merkja ein mun, serliga á húsaprísunum. Eisini húsameklarafyritøkan Betri Heim merkir eina broyting í húsaprísunum og eftirspurninginum i økinum. Kára á Dunga stjóri, sigur at eftirspurningurin er stórur í økinum, bæði eftir grundstykkjum og sethúsum, men útboðið er ikki eins stórt og eftirspurningurin. Tað eru fleiri faktorar, ið eru við til at økja eftirspurningin og prísirnar. Búskapurin er góður, fólkavøkstur er í Føroyum, men eingin ivi er í, at Eysturoyartunnilin er ein orsøk til, at fólk at keypa grundstykki ella hús í Eysturoynni. Tað merkja húsameklarafyritøkurnar á kundunum. Hesar eru nakrar av niðurstøðunum hjá Albert Isfeld, arkitekti, í hesari arkitektonisku snarferð, har vit vitja Tórsbyrgið í Havn, umrøða dokkhøllina, ið MEST ætlar at byggja á Skála, nýggja framleiðslubygningin hjá Bakkafrosti á Glyvrum, og heimið Við Vánna í Klaksvík. Eisini verður nomið við hvussu vit fara fram, tá stórar eindir skulu byggjast, og í hvønn mun hugsast skal um lendi, náttúru, og tað, sum frammanundan er bygt. Tú kanst hoyra frásøgnina her VEKS fær eina átalu fyri handfaringina, eisini, tí VEKS brúkti meira enn tveir mánaðir at senda umboðsmanninum skjølini í málinum og tað var eftir tvær áminningar. Fakligi stjórin í Gigni hevur fakligu ábyrgdina av heilsufrøðiligu tænastuni og skal í tøttum samstarvi við stjóran á Heilsutrygd raðfesta fakliga arbeiðið. Nógv rumbul var um Gigni fyrr í ár, tí Landsgrannskoðanin fanst at peninganýtsluni og roknskapinum hjá stovninum. Og stjórin í Gigni fór frá 1.juli. Hornasteinurin í tryggingini er skjót útgreinan og viðgerð. Tryggingarfeløgini lova, at tann tryggjaða í seinasta lagi 10 dagar eftir fráboðan fær kanning og viðgerð á privatsjúkrahúsi ella privatklinikk. Í Føroyum er talið á tryggjaðum vaksandi. Hjá Betri Pensjón merkja tey týðiligan vøkstur, sigur Helgi L. Petersen, stjóri í Betri Pensjón Vit hava merkt ein øktan áhuga tey síðstu 2 3 árini, og áhugin er nokk serliga hjá virkjum at tekna hesar viðgerðartryggingar til starvsfólkini. Mett verður, at í dag hava útvið tvær milliónir danir eina viðgerðartrygging. Tøl hjá Forsikring og Pension, sum er vinnugreinafelagið hjá tryggingar og pensjónsfeløgunum í Danmark, vísa, at í 2016 høvdu 1 millión og 860.000 danir eina slíka trygging. Tað er eingin loyna, at tað eru bíðitíðir innan fyri ymisk økir. Men tað er væl sannroyndin hjá teimum virkjum og privatpersónum, sum tekna hesar tryggingar, sigur Helgi L. Petersen og leggur afturat, at tryggingin helst dekkar ein tørv, sum ikki verður nøktaður í dag. Onki samlað yvirlit er yvir bílilistar til kanning og viðgerð í føroyska heilsuverkinum, men av Landssjúkrahúsinum verður upplýst, at bíðitíðirnar til at sleppa til eygnalækna eru millum 8 og 16 mánaðir, alt eftir hvat sjúklingurin skal til. Hetta at føroyingar eru farnir at keypa sær privatar viðgerðir og tryggja seg móti longum bíðilistum í heilsuverkinum er eisini evnið í Radaranum í dag. Sum uppskotið um nýskipan sær út í løtuni, so hava vit tíverri ikki 17 atkvøður fyri. Tað ásannar Aksel V. Johannesen, løgmaður eftir kreppufund í samgonguni fyrrapartin. Hann sigur, at nú skulu ávísar tillagingar gerast í uppskotinum fyri at fáa samgonguna samda. Men hann ávarar um, at verður nýskipanin ikki samtykt vegna ósemju í Javnaðarflokkinum, so kann flokkurin ikki sita í stjórn Tá tú fert gjøgnum tey veruligu tølini, og ikki tølini hjá teimum, sum hava beinleiðis peningalig áhugamál, so broytir tað nógv. Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Vit spurdu hann, hvussu langt hann vil fara við at broyta nýskipanaruppskotið fyri at fáa alla samgonguna at standa við avtaluna, sum gjørd varð í august Teir tríggir javnaðartinglimirnir Kristin Michelsen, Bjarni Hammer og Jónleif Johannesen, sum ikki uttan tillagingar vilja taka undir við fiskivinnunýskipanini, vóru ikki serliga tíðindafróðir eftir samgongufundin fyrrapartin. Tað einasta, sum Kristin Michelsen segði, var, at vit fáa at vita, hvat støða hansara er, tá atkvøðugreiðsla verður í løgtinginum um fiskivinnunýskipanina. Uttanflokkatingkvinnan Sonja Jógvansdóttir var boðin við á samgongufund, men møtti ikki. Hon sigur við útvarpið, at hon er ein av teimum 17, sum hava skrivað undir at atkvøða fyri fiskivinnunýskipanini. Mín støða er óbroytt. Eg haldi mínar avtalur við samgonguna, um samgongan heldur sínar avtalur við meg, sigur Sonja Jógvansdóttir. Í dag var uppskot lagt fyri Løgtingið um frádrátt fyri gjald til yrkisfeløg. Sonja Jógvansdóttir eigur uppskotið, sum nú er beint í fíggjarnevndina. Hon væntar, at málið fær undirtøku, tá tað kemur aftur til viðgerðar, tí orðaskiftið var toluliga positivt í dag. Til 1. viðgerð í dag helt Helena Dam á Neystabø fyri Javnaðarflokkin uppskotið millum annað vera áhugavert, og tey ætla at viðgerða tað við vælvild. Pauli Trond Petersen, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, segði millum annað, at um ein avtala fyriliggur millum samgonguna og Sonju Jógvansdóttir, so skal hon haldast. Ruth Vang, løgtingskvinna fyri Framsókn segði, at upphæddin sum skal til, er stór, og tað má man fyrihalda seg til, men málið verður viðgjørt. Tað er tó ikki bert tí, at orðaskiftið tóktist at vera toluliga positivt, at málið væntandi fær undirtøku, men avtalan millum Sonju Jógvansdóttir og Aksel V. Johannesen, løgmann, skal fáa hetta málið í gjøgnum, tí málið er partur av avtaluni, sambært Sonju Jógvansdóttir. Tí er hon ikki í iva um, at málið kemur í gjøgnum, tí ein avtala er ein avtala, og samgongan má halda sín part av avtaluni. Uppskotið um at loyva fólki at draga fakfelagsgjaldið frá í skatti verður mett at kosta 10 milliónir krónur í mistum skattainntøkum. Frádrátturin er ikki við í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2018. Tá fíggjarlógaruppskotið var til 1. viðgerð í oktober gjørdi landsstýriskvinnan í fíggjarmálum greitt, at limir í fakfeløgum sleppa IKKI at draga limagjaldið til fakfelagið frá í skatti. Kristina Háfoss heldur tað vera ruddiligari við einari stuðulsskipan, heldur enn einari frádráttarskipan. Men hvørki Sonja Jógvansdóttir ella limir í fakfeløgum fingu nakað lyfti frá landsstýriskvinnuni, tá málið varð umrøtt í samband við viðgerðina av fíggjarlógaruppskotinum. Eilif Samuelsen hevur farnu árini umsett fleiri stórverk til føroyskt, og júst nú hevur hann latið stórverk Thomas Moore Utopia, í føroyskan málbúna. Vit tosa við Eilif Samuelsen um hetta stórverk. Tað grør um gangandi fót, tá talan er um matmentan í Føroyum. Og í dag støkka vit inn á gólvið á Paname Caf , ið er at finna í Gamla Bókhandili. Vit fara eisini á gátt hjá Jóanesi Nielsen, sum í hesum døgum er aktuellur við nýggja yrkingasavninum Gudahøvd. Og tíðarskeiðið fyri jól økist bókarúgvan av álvara, og nú stundar til árligu Bókadagarnar í Norðurlandahúsinum, fara vit at fregnast um hvørjar útgávur eru í væntu, tá Sjúrður Ravnsfjall frá forlagnum Sprotin og Marna Jacobsen frá Bókadeild Føroya Lærarafelag vitja um runda borðið. Tú kanst hoyra sendingina her Jørgen Jacobsen, sum varð raktur av liðagikt í summar, fekk at vita, at bíðitíðin at sleppa til giktalækna í almenna heilsuverkinum var hálvtannað til tvey ár. Men av tí at hann hevði eina privata viðgerðartrygging, slapp hann fram at til privata giktaviðgerð eftir heilt stuttari tíð. Sonur Gunn Ellefsen fekk trupulleikar við rygginum og slapp til kanningar í Danmark eftir einari viku, ístaðin fyri at bíða fleiri mánaðir í Føroyum. Ein trygging sum reisir spurningin, um almenna heilsuverkið hevur spælt fallitt og um vit nú flyta okkum móti einum samfelag, har summi kunnu gjalda seg til viðgerðir, meðan onnur mugu bíða. Luttakarar Helgi L. Petersen, stjóri Betri Pensjón Jan Jacobsen, stjóri Lív Lotte Hvas, granskari og kommunulækni Pál Weihe, formaður í Læknafelagnum Jørgen Jacobsen, EDV tøkningur Gunn Ellefsen, advokatur Pero Sore, giktalækni Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu og innlendismálum Um eina tíð missa fólk, sum eru sett hjá kommunum og arbeiða í dagstovni ella dagrøkt, rættin at kæra avgerðir um setan og starvsfólkamál til landsstýriskvinnuna í mentamálum. Tað er eitt politiskt ynski, at rætturin sambært galdandi lóg at kæra starvsfólkamál til Mentamálaráðið skal strikast, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna. Ráðið skal geva kommunum ráð og vegleiðing um námsfrøðiligar spurningar, í staðin fyri sum nú, at landsstýrisfólkið í mentamálum ger tað. Í ráðnum vera sjey fólk, tvey fyri Kommunufelagið, tvey fyri Pedagogfelagið, tvey fyri Námsvísindadeildina á Fróðskaparsetrinum og eitt fyri Mentamálaráðið. Tað verður alsamt greiðari, at ein stjórn við Kristindemokratum, Liberalum og Grønum, fer at fáa tað stríggið. Tí skulu ávísir flokkar endurskoða politsku kós sína, um vit vilja samráðast við tey, segði Andreas Scheuer, aðalskrivari fyri bayirsku Kristindemokratarnar. Atfinningar hansara eru serliga ætlaðar Grøna flokkinum, sum millum annað er í móti pørtum av flóttafólkapolitikkinum hjá Kristindemokratunum, millum annað núverandi herdu reglunum fyri familjusamaføring. Hetta kravið noyðist Grøni flokkurin helst at sleppa, tí Liberalu og Kristindemokratarnir vilja heldur verja vinnuna og arbeiðsplássini. Flokkarnir, sum samráðast, hava higartil verið samdir í teimum meira einføldu spurningunum, millum annað um tilgildin og skúlamál. Í morgin skal úrslitið av samráðingunum leggjast fram fyri flokkarnar, og út frá tí verður gjørt av, um veruligar stjórnartingar eru gongd leið. 69 ára gamli Gian Piero Ventura vildi mánadagin ikki fara frá sum venjari, eftir at dysturin á heimavølli móti Svøríki endaði 0 0. Eitt hevur tó eydnast okkum, at stabilisera ozon lagið. Annars hava vit brúkt seinastu 25 árini til at skaða umhvørvið skjótari enn nakrantíð áður. Nakað soleiðis ljóða boðini frá 15 túsund granskarum úr 184 londum, sum júst hava almannakunngjørt greinina World Scientists Warning to Humanity A Second Notice , í tíðarritinum BioScience. Fyrsta ávaringini kom í 1992. Tá skrivaðu 1.700 av heimsins leiðandi granskarum, eitt nú hava 99 teirra fingið Nobel heiðusløn, áheitan til mannaættina, um í stundini at seta tiltøk í verk fyri at avmarka oyðileggingarnar í umhvørvinum, veðurlagi og tilfeingi. Áheitanin varð send øllum heimsins leiðarum. Nú 25 ár seinni, meðan nýggir leiðarar sita saman á COP23 veðurlagsfundi, senda 15.364 granskarar nýggja, og uppaftur meiri átrokandi ávaring. Vit hava gjørt so lítið, at umhvørvis og veðurlagstrupulleikarnir eru vorðnir nógv verri, enn teir vóru í 1992, siga granskararnir nú. Serliga eru tað veðurlagsbroytingarnar, sum ørkymla granskarar Útleiðingar av vakstrarhúsgassi frá lívrunnum brennievni, niðurhøgging av skógi og kjøtframleiðslan eru bara vaksin síðani 1992. Eisini hava vit sett ferð á hóptýning av heimins djóra og plantusløgum. Tað er sætta hóptýning í søgu heimsins og tann fyrsta síðani meteorar og eldgos týndu risavaksnu eðlurnar, dinosaurarnar, fyri 65 miljónum árum síðani, skrivar dr. Við hesi áheitan mæla granskararnir til, at vit í stundini taka tey stig, sum eru neyðug fyri at vit ikki seta framtíð okkara í váða. Tey eru at minka fólkavøksturin í heiminum, minka um vakstrarhúsgassini, eggja til at menna og byggja út grøna orku, verja heimvistið hjá djóra og plantulívi, endurbyggja vistfrøðiskipanina, steðga niðurhøgging av skógum, avmarka dálking og endurskoða okkara búskap, sum í dag er grundað á vøkstur. Men framstig eru eisini gjørd seinastu árini, siga granskararnir, eitt nú í sambandi við íløgur í grøna orku, og skógarhøgging er minkað í nøkrum pørtum í heiminum. Men framstigini skulu bara henda skjótari, siga granskararnir. Árini 1942 43 øktist talið av bretskum hermonnum í Føroyum nógv, og eitt skifti vóru teir 7000 í tali. Teir vóru nú úr øllum herdeildum í Bretlandi, og fleiri teirra endaðu vesturi í Vágunum, sum hesi árini hevði eina sanna innrás av bretskum hermonnum. Í hesi triðju sendingini frá krígnum hitta vit millum annað tvinni hjún, sum hittust vesturi í Vágum, og eini hjún, sum hittust í Akra bergi undir krígnum. Hesi settu øll búgv í Miðonglandi, tá tey fóru úr Føroyum í 1944 45. Jógvan Páll Johannesen hevur staðið fyri teknikkinum og lagt til rættis hava Bergljót D. Hentze og Dagmar Joensen Næs. Føroysku genturnar, sum fóru avstað við skotsku hermonnunum á sumri í 1942, búsettust allar í Skotlandi. 20 teirra settu búgv í Glasgow, og øll hesi árini síðani tá, hava tær verið vinkonur. Í fleiri ár hittust tær fast einaferð um vikuna. Nú eru tær bara tríggjar eftir. Hinar eru antin deyðar ella fluttar burtur. Í hesi aðru sendingini frá krígnum hitta vit millum annað Selmu MacPhee, fødd Haraldsen úr Fuglafirði og Dagny Young úr Funningsstovu í Havn. Jógvan Páll Johannesen hevur tikið myndirnar og sett saman, Bergljót D. Hentze og Dagmar Joensen Næs hava lagt til rættis. Mikael Viderø, sum var tekniskur stjóri hjá Tórshavnar kommunu síðani í februar 2015, er farin úr starvinum sambært avtalu við kommununa. Úr søgu føroyinga úr Íslandi 2 3 Í 50unum vóru ringar tíðir í Føroyum, men í Íslandi var ov mikið av arbeiði bæði á sjógvi og landi. Íslendingar vóru grammir at fáa føroyingar við fiskiskipum sínum og at arbeiða á fiskavirkjum, í byggiídnaði, á gistingarhúsum, bóndagørðum og aðrastaðnu. Fleiri av teimum, ið fóru til Íslands at arbeiða í 40unum og 50unum, settu búgv har. Tey eru íslendskir ríkisborgarar, men føroyska upprunan ber ikki til at tveita av sær. Kunngerðin um, at alifeløgini skulu almannakunngera sjúkuviðurskifti, og hvussu nógv laksalús er í brúkunum, kemur í gildi á nýggjárinum. Uttanríkis og Vinnumálaráðið hevur sent kunngerðina til hoyringar, og hoyringarfreistin endar fríggjadagin. Semjan, sum Sjálvstýri hevur gjørt við samgonguna um pensjónsnýskipanina, er einasta forðing fyri, at uppskotið frá Sambandsflokkinum um at hækka grundupphæddina í fólkapensjónini, ikki verður samtykt. Tað var greiða niðurstøðan eftir orðaskiftið í løgtinginum týsdagin. Sambandsflokkurin mælir í uppskotinum til at hækka grundupphæddina í fólkapensjónini við 580 krónur um mánaðin, sum er sama upphædd, sum grundupphæddin varð skerd við frá 1. januar í 2016. Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna, tekur ikki undir við pensjónsnýskipanini hjá samgonguni, og tað duldi hon heldur ikki fyri í tinginum Vit hava vitjað ársins jólasølu hjá Verkstaðnum Vón, har vit hitta Dánial Gram Høgnesen. Dánial vísur okkum runt og greiður frá jólalutum, sum tey selja á jólasøluni. Í gjár fór seinasta blaðið av Kvinnu í ár til prentingar. Umframt at vera ársins seinasta útgáva er hetta eisini seinasta blaðið, har Siri Sørensen situr sum stjóri. Tá eg byrjaði setti eg mær fyri, at kvinnur skulu tora at traðka fram og hava sínar egnu meiningar. Eisini vildi eg vísa, at føroysku kvinnurnar eru ymiskar. Summar eru høgar, onkrar eru lágar, summar klænar og onkrar stórar. Eg haldi, at blaðið hevur endurspeglað hetta, sigur Siri Sørensen. Tað hevur verið ein fantastisk tíð, men tað hevur eisini verið øgiliga strævið. Sum stjóri á Kvinnu tekur tú tær av ógvuliga nógum og ymiskum uppgávum, og eingin dagur hevur verið eins. Arbeiðsvikan hevur verið millum 50 og 60 tímar, sigur Siri Sørensen. Í morgunsendingini hugleiddu hon millum annað um ymiskar stuttligar løtur, hon hevur upplivað hesi árini, hon hevur verið stjóri á Kvinnu. Við galdandi lóg í hondini hevur Løgtingsins umboðsmaður tríggjar ferðir staðfest, at fólk í dagstovnum og dagrøkt kunnu kæra setanarmál og onnur starvsfólkamál til landsstýrisfólkið í mentamálum. Løgtingsins umboðsmaður hevur í trimum uppsagnarmálum, einum í Viðareiði í 2005, einum á Tvøroyri í 2008 og einum í Havn í 2010, staðfest, at til ber at kæra setanar og starvsfólkamál til landsstýrisfólkið. Mentamálaráðið sigur, at við lógarbroytingini verður ein tulkingaróvissa millum Mentamálaráðið og Løgtingsins umboðsmann øðrumegin og Føroya kommunufelag og ávísar kommunur hinumegin beind av vegnum. Í hesum døgum vitja Morten Henriksen, ítróttarstjóri í danska hondbóltssambandinum, og Morten Stig Christensen, sum er aðalskrivari, føroyska hondbóltssambandi. Tað er einki at ivast í, at fleiri av ungu leikarunum eru verulig talent og kunnu koma langt, um teir gerast professionellir hondbóltsspælarar, eru donsku hondbóltsserfrøðingarnir á einum máli um. Í morgunsendingini fortaldu teir millum annað um, hvat skal til fyri at føroyskir hondbóltsspælarar kunnu koma heilt upp í elituna og liva av at spæla hondbólt. KÍF hevur fingið tunga byrjan uppá landskappingina í ár, tí í teimum fyrstu sjey dystunum er tað blivið til sjey tap. Í gjárkvøldi tóku kollfirðingar ímóti VÍF, og tá bragdaði. Støðan 1.Neistin 9 dystir 15 stig 2.H71 9 dystir 14 stig 3.VÍF 8 dystir 8 stig 4.Kyndil 9 dystir 8 stig 5.Team Klaksvík 9 dystir 8 stig 6.StÍF 8 dystir 5 stig 7.KÍF 8 dystir 2 stig Tá orðaskifti var í fólkatinginum seinast í oktober, varð forboðið umrøtt, og tá segði danski uttanríkisráðharrin, Anders Samuelsen, at danska stjórnin stuðlar sjónarmiðini í Grønlandi og í Føroyum. Hann segði seg eisini hava varhugan av, at ES eisini ger tað. Seinni hevur hann svarað bæði grønlandsnevndini og føroyanevndini í fólkatinginum, at stjórnin tekur undir við sjónarmiðinum hjá ES nevndini um at verja hvalin ímóti óforsvarligari veiðu. Í dag skipa Grønland, Ísland, Føroyar, Danmark og Noreg veiðuna av smáhvali í Norðuratlantshavi í felagskapinum North Atlantic Marine Mammal Commission eisini kallað NAMMCO. Tá talan er um stórhval, verður tann veiðan skipað í Altjóða Hvalaveiðunevndini, IWC, sum hevur sett forboð fyri vinnuligari hvalaveiðu. Kortini er eitt undantak fyri Føroyar og Grønland, tí londini eru vard av ST konventiónini um upprunafólk. Eftir tí, sum ES nevndin mælir til, skulu upprunafólk framvegis hava sama undantak, hóast IWC fer at samtykkja forboð ímóti veiðu av smáhvali. Men undantakið skal bert vera galdandi so leingi, sum veiðan er neyðug fyri at yvirliva. Tann orðingin er ikki nóg góð, halda fleiri flokkar í fólkatinginum, og sambært danska blaðnum, Informatión, taka Eindarlistin, Danski Fólkaflokkurin og Danski Javnaðarflokkurin ikki undir við uppskotinum hjá ES. Um tað ikki verður loyvt at selja og nýta tað, sum fæst av hvalunum, so er tað ikki nóg gott fyri samfeløgini, sigur javnaðartinglimurin, Peter Hummelgaard Thomsen, við blaðið. Í einum hoyringssvari til ES nevndina, sigur grønlendska veiðimannafelagið, KNAPK, at tað eru grønlendingar sjálvir, sum gera av, nær veiða er loyvd, og hvør fær loyvi at veiða hval. Uppskotið hjá ES nevndini skal fyrst umrøðast í ráðharraráðnum í samveldinum. Og skal uppskotið sendast til Altjóða Hvalaveiðunevndina, skulu minst 55 prosent av londunum taka udnir við tí, og tey skulu umboða minst 65 prosent av samlaða fólkatalinum í ES. Lógin leggur upp til, at tey, sum hava atgongd at veiða av føroyskum rættindum, skulu gjalda tilfeingisgjald fyri serliga stóra vinningin, sum atgongdin til fiskiskapin kann geva. Serliga stórur vinningur verður útroknaður frá seinastu roknskapartølunum hjá flotanum, býtt á bólkar, fyri at staðfesta, hvussu stórur samlaði vinningurin er. Tá ið gjørt verður upp, hvat hesin vinningurin er í ymsu bólkunum, verða rakstrarkostnaðir og útreiðslurnar til hýrur drignar frá. Øll, sum eru í sama bólki, skulu gjalda sama gjald fyri kilo, so at tað loysir seg at fáa sum mest burtur úr hvørjum kilo í landingarvirði. Í uppskotinum verður mælt til, at vinningur, størri enn 10 prosent av søluvirðinum, verður roknaður sum serliga stórur vinningur. Og av honum verða 70 ásett sum veiðigjald. Lógin fær ikki fullan virknað fyrr enn í 2020, og tí verður fyribils gjald sett á í 2018 og 2019 sum partur av avreiðingarvirðinum. Heimaflotin, tað er trolarar, línuskip og útróðrarbátar, ið fiska botnfisk, fara sambært uppskotinum og útrokningunum, ikki at gjalda veiðigjald í 2018 og 2019. Lógin leggur upp til, at tey, sum hava atgongd at veiða av føroyskum rættindum, skulu gjalda tilfeingisgjald fyri serliga stóra vinningin, sum atgongdin til fiskiskapin kann geva. Serliga stórur vinningur verður útroknaður frá seinastu roknskapartølunum hjá flotanum, býtt á bólkar, fyri at staðfesta, hvussu stórur samlaði vinningurin er. Tá ið gjørt verður upp, hvat hesin vinningurin er í ymsu bólkunum, verða rakstrarkostnaðir og útreiðslurnar til hýrur drignar frá. Øll, sum eru í sama bólki, skulu gjalda sama gjald fyri kilo, so at tað loysir seg at fáa sum mest burtur úr hvørjum kilo í landingarvirði. Í uppskotinum verður mælt til, at vinningur, størri enn 10 prosent av søluvirðinum, verður roknaður sum serliga stórur vinningur. Og av honum verða 70 ásett sum veiðigjald. Lógin fær ikki fullan virknað fyrr enn í 2020, og tí verður fyribils gjald sett á í 2018 og 2019 sum partur av avreiðingarvirðinum. Heimaflotin, tað er trolarar, línuskip og útróðrarbátar, ið fiska botnfisk, fara sambært uppskotinum og útrokningunum, ikki at gjalda veiðigjald í 2018 og 2019. Eingin kom til skaða, tá ein hvirla fyrr í dag tók ein buss hjá Strandferðsluni av vegnum tætt við Porkerisháls og Miðnám í Suðuroy. Ein annar bussur var nær við at verða tikin av einari hvirlu fyrr í morgun, og tí eru allar bussar hjá Bygdaleiðum á Suðuroynni givnir at koyra vegna vind, sigur Heri Norðberg, samferðslusamskipari hjá Strandferðsluni Pauli Trond Petersen spyr, um Poul Michelsen ætlar at fylgja tilmælinum í heildarætlanini um ferðavinnu í Føroyum og brúka stuðulspuljuna, sum nú fer til at reka kunningarstovur í summum pørtum av landinum, øðrvísi. Pauli Trond Petersen, sum eisini er borgarstjóri í Vestmanna kommuna, sigur í viðmerkingunum til fyrispurningin, at í allari Streymoynni er bara ein kunningarstova, sum fær almennan stuðul, og tað er tann í Havn. Ferðavinnan í Norðstreymi hevur í veruleikanum klárað seg uttan eina almenna stuðulskrónu øll árini, men harfyri er ikki rætt, at landið brúkar sínar pengar, sum tað hevur gjørt í mong ár, sigur Pauli Trond Petersen. Saad al Hariri, sum herfyri kunngjørdi, at hann hevur lagt frá sær sum libanskur forsætisráðharri, hevur tikið av eini innbjóðing um at koma til Fraklands á vitjan, upplýsir franska uttanríkisráðið. Ein kelda sigur við Reuters, at Hariri, sum seinastu dagarnar hevur verið í Saudiarabia, fer úr høvuðsstaðnum Riyadh í seinasta lagi um 48 tímar til Beirut, har hann alment fer at leggja frá sum forætisráðharri. Samstundis hevur Hariri tikið av eini innbjóðing um at vitja Paris, men talan er ikki um, at Frakland bjóðar honum politiskt friðskjól, sigur franski forsetin, Emmanuel Macron. 4. november boðaði Hariri, sum tá var komin til Saudiarabia, frá, at hann legði frá sær sum forsætisráðharri í Libanon. Hann kendi seg hóttan eftir lívinum, segði Hariri. Síðani hevur verið dúgliga gitt, um Saudiarabia og Iran hava havt onkran leiklut, nú Hariri hevur lagt frá sær, tí bæði londini hava stóra ávirkan á viðurskiftini í Libanon. Sambært nýggju reglunum eigur blóðtrýstið ikki at fara upp um 130 80. Higartil hevur markið verið 140 90, sum eisini er galdandi í evropeiskum londum. Eingin ivi er um, at nýggja markið verður umstrítt, tí nógv fara helst at siga, at tað gongur illa at fáa hægra blóðtrýstið niður um 140, sigur Paul Whelton lækni á Tulane universitetinum. ES vil hava øll limalondini at taka undir við uppskoti í Altjóða Hvalaveiðunevndini, IWC, um at banna allari vinnuligari hvalaveiðu, eisini grindahval og aðrar smáhvalir. Sum er, er ikki loyvt at drepa hval í ES sjógvi, men ES vil hava forboðið galdandi kring allan heimin, tí hvalir ferðast. P F Vága Floghavn og Jákup Sverri Kass eru í dag komin ásamt um at enda samstarvið teirra millum. Evy Jacobsen er sett sum virkandi stjóri fyri Vága Floghavn til nýggjur stjóri er settur. Tað skrivar Vága floghavn í einum tíðindaskrivi, sum var sent miðlum seinnapartin. Nevndarforkvinna Kitty May Ellefsen hevur ongar viðmerkingar til stjóraskiftið, annað enn tað sum stendur í tíðindaskrivinum. Nógv rumbul hevur verið seinastu tíðina í sambandi við, at SAS er farið at flúgva til Føroyar og Vága Floghavn hevur gjørt íløgur í RNP skipan fyri at hjálpa um reglusemið hjá SAS. Spurd beinleiðis um uppsøgnin hevur nakað við keypið av RNP skipan til flogførini hjá SAS, svarar Kitty May Ellefsen, at tað hevur hon ikki. Jákup Sverri Kass hevur verið stjóri fyri Vága Floghavn síðan apríl 2012. Sambært nevndarforkvinnuni fer Vága floghavn at søkja eftir nýggjum stjóra sum skjótast. Jákup Sverri Kass hevur onga viðmerking. Í sniðgevingini finna tær skapanargleði, frið og eina linnan fyri heimlongslinum til Føroyar, ið tær meta eru berandi tilfarið og bakgrundin fyri teirra arbeiði í at menna og skapa teirra prýðislutir Í sendingini hitta vit tær til eitt prát um millum annað hví ein velur at taka farloyvi frá arkitektafakinum fyri at sniðgeva prýðisslutir, hví ein velur songpallin frá fyri at gera smúkkur, ið bæði eru lættar og samstundis fangandi og tískil fullkomnar um ein skal svinga við hárinum, hvussu ein fær arbeiðslív og heimalív at ganga upp í eina størri eind, og ikki minst hoyra vit, hvønn týdning Føroyar hava sum íblástur og sum tilfar í prýðislutasniðgevingini og í liðna úrslitinum. Hvør er tilgongdin, tá ein nýggjur dagstovnur skal byggjast, hvørji ástøði eru galdandi, og hvønn týdning hevur góður arkitekturur, tá talan er um ein dagstovn Leygardagin 11. november vóru tey fimm uppskotini í arkitektakappingini hjá Eysturkommuna til nýggjan dagstovn við Gøtugjógv sýnd fram fyri almenninginum. Vit vóru við Gøtugjógv, har vit hittu formannin í dómsnevndini Hans Mourits Foldbo, Rannvá Reginsdóttir Hentze og Dagbjørt Ólavsdóttir Hansen, ið eru ávíkavist varaleiðari og leiðari á dagstovninum Gjáa, Albert Isfeld, arkitektur, metur um vinnarauppskotið, og vit tosa við Ósbjørn Jacobsen, arkitekt, hvørs teknistova hevur teknað uppskotið, ið vann kappingina. List úr Norðoyggjum er heitið á forkunnugari framsýning, sum kann síggjast á Listasavni Føroya. Á ferniseringini fríggjadagin hittu vit Hera Ellingsgaard, Dáva Winther, Ísak Johannesen og Nils Ohrt. Eisini hoyra vit brot úr setanarrøðuni, sum Signhild Johannesen, forkvinna í mentanarnevnd Klaksvíkar býráð, helt. Oddfríður Marni Rasmussen hevur í dag latið úr hondum yrkingasavnið Og. Og skaldið hevur vitjað um runda borðið í Nón. Eygleiðingin er fastur táttur í Nón hósdag, og hesuferð viðgera og umrøða vit politisku støðuna. Og tað er saman við Georg L. Petersen og Sólvit Nolsøe. Sunnudagin 19. november er tjóðardagur Monako, og tískil siga vit eitt sindur landið, ið er heimsins næst minsta, tá talan er um sjálvstøðug lond. Borðreitt verður eisini við Dagsins klassikara, og hesin klassikarin snýr seg á ein sera inniligan hátt um heimstaðin. Tú kanst hoyra sendingina her Sangirnir, ið verða spældir, eru Óveðursmorgun Dánjal Gomez Silent Street Jón Mørkøre The Road VSJ feat. Dávur Crazy foggy Kristina Bærendsen Vinni eg fram Martin Joensen Javnaðarflokkurin er komin í eina trupla støðu av innanfloks ósemjuni. Men semja er um tað mesta í fiskivinnulóggávuni, og tí er spell, at spurningurin um til dømis uppboðssølu forðar fyri semjuni, sigur Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður. Handilsvinnan arbeiðir hart fyri at strikað 300 krónur loftið fyri at kunna keypa vørur tollfrítt á internetinum. Tollfría loftið er kappingaravlagandi, heldur vinnan. Men tey, ið keypa nógv á netinum, halda hinvegin, at tollloftið skal hæ Fýra ár eru liðin síðani tungmálmsbólkurin Hamferð gav út nýtt tilfar, men nú eru teir loksins klárir aftur. Triðja útgáva teirra er klár og verður givin út við ársbyrjan. Ongin fólkaskaði hendi, tá hesin bussurin seinnapartin varð tikin av vindi omanfyri Hov. Førarin var einsamallur í bilinum, og slapp frá óhappinum uttan mein, men bussurin er illa farin. Strandferðslan avlýsti koyringina hjá bygdaleiðum í Suðuroynni seinnapartin fyri veður. Sum skilst er enn gongd í samráðingunum millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Lønardeildina, sum Semingsstovnurin boðsendi í gjár klokkan níggju, men eingin semja er gjørd, og einki verkfall er avblást. Tann einasti, sum svarar í morgun, er forkvinnan í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Óluva í Gong, men hon hevur onga viðmerking. Felagið útsetti ætlaða verkfallið á B6 á Landssjúkrahúsinum, sum skuldi byrja í gjáramorgunin, og har er eingin broyting. Verkfallið er framvegis útsett. Terji Sigurðsson, semingsmaður, segði við Útvarpið klokkan 18.00 í gjárkvøkdið, at partarnir hava viðgjørt ymsar útrokningar, og greiða er fingin á nøkrum spurningum, men partarnir vóru ikki komnir nærri einari semju, segði hann. Hann segði, at semingsroyndin helt fram eina løtu afturat í gjárkvøldið, men støða varð ikki tikin til, um hon verður tikin uppaftur í dag. Vit skulu bara duga betur at bjóða okkum fram, tora betur at taka pengar fyri okkara tænastur og vørur og duga at síggja virðið í tí serstaka, vit hava at bjóða. Poul Michelsen, landsstýrismaður, er ikki í iva í framløguskrivinum í sambandi við aðalorðaskiftið, sum verður í løgtinginum í dag um ferðavinnu. Grundarlagið undir orðaskiftinum er frágreiðingin Ferðavinna í Føroyum, ein ábyrgdarfull og burðardygg leið, sum landsstýrismaðurin fekk fyrst í mai í ár. Stjørnan, ið hvarv er jólakalendari í Barnaútvarpinum 2017. Útvarpsleikurin er í fimtan pørtum, og vit fara í ævintýraheim. Einaferð fyri langari tíð síðani var alt gott í ævintýrlandinum Regnum. Ein dag og eina nátt á hvørjum ári lýsti ein stjørna fagurliga um alt landið. Henda dag og hesa nátt savnaðust øll í landinum til fundar á kongsborgini Moenia. Basilovs kongur, ið var ein góður kongur, skipaði fyri hesum árliga fundi, at vita um fólk vóru glað ella ónøgd og um nakað var, ið kundi verið betri. Kongur hevði ein ráðgeva, ið æt Mokturus, men kongur visti ikki, at Mokturus ynskti sær vald og vildi verða kongur. Mokturus visti, hvat hann skuldi gera, stjørnan mátti hvørva. Var hon í Regnum, var alt gott, men hvarv hon, var alt keðiligt og grátt. Tá fór kongur at gerast sorgarbundin og fór at leggjast í songina. Og so ein dagin var stjørnan horvin, og kongur gav boð um at leita eftir henni. Katrin Nolsøe og Kári Sólstein skrivaðu leikin og løgdu til rættis í 2002. Lena Anderssen og Niclas Johannesen hava smíðað orð og løg. Finnur Hansen og Niclas Johannesen hava framleitt tónleikin. Jón Svein Heinesen setti saman. Eyðun Johannesen er frásøgufólk. Stjørnan, ið hvarv er jólakalendari í Barnaútvarpinum í ár. Útvarpsleikurin er í fimtan pørtum, og vit fara í ævintýraheim. Einaferð fyri langari tíð síðani var alt gott í ævintýrlandinum Regnum. Ein dag og eina nátt á hvørjum ári lýsti ein stjørna fagurliga um alt landið. Henda dag og hesa nátt savnaðust øll í landinum til fundar á kongsborgini Moenia. Basilovs kongur, ið var ein góður kongur, skipaði fyri hesum árliga fundi, at vita um fólk vóru glað ella ónøgd og um nakað var, ið kundi verið betri. Kongur hevði ein ráðgeva, ið æt Mokturus, men kongur visti ikki, at Mokturus ynskti sær vald og vildi verða kongur. Mokturus visti, hvat hann skuldi gera, stjørnan mátti hvørva. Var hon í Regnum, var alt gott, men hvarv hon, var alt keðiligt og grátt. Tá fór kongur at gerast sorgarbundin og fór at leggjast í songina. Og so ein dagin var stjørnan horvin, og kongur gav boð um at leita eftir henni. Katrin Nolsøe og Kári Sólstein skrivaðu leikin og løgdu til rættis í 2002. Lena Anderssen og Niclas Johannesen hava smíðað orð og løg. Finnur Hansen og Niclas Johannesen hava framleitt tónleikin. Jón Svein Heinesen setti saman. Eyðun Johannesen er frásøgufólk. Stjørnan, ið hvarv er jólakalendari í Barnaútvarpinum í ár. Útvarpsleikurin er í fimtan pørtum, og vit fara í ævintýraheim. Einaferð fyri langari tíð síðani var alt gott í ævintýrlandinum Regnum. Ein dag og eina nátt á hvørjum ári lýsti ein stjørna fagurliga um alt landið. Henda dag og hesa nátt savnaðust øll í landinum til fundar á kongsborgini Moenia. Basilovs kongur, ið var ein góður kongur, skipaði fyri hesum árliga fundi, at vita um fólk vóru glað ella ónøgd og um nakað var, ið kundi verið betri. Kongur hevði ein ráðgeva, ið æt Mokturus, men kongur visti ikki, at Mokturus ynskti sær vald og vildi verða kongur. Mokturus visti, hvat hann skuldi gera, stjørnan mátti hvørva. Var hon í Regnum, var alt gott, men hvarv hon, var alt keðiligt og grátt. Tá fór kongur at gerast sorgarbundin og fór at leggjast í songina. Og so ein dagin var stjørnan horvin, og kongur gav boð um at leita eftir henni. Katrin Nolsøe og Kári Sólstein skrivaðu leikin og løgdu til rættis í 2002. Lena Anderssen og Niclas Johannesen hava smíðað orð og løg. Finnur Hansen og Niclas Johannesen hava framleitt tónleikin. Jón Svein Heinesen setti saman. Eyðun Johannesen er frásøgufólk. Stjørnan, ið hvarv er jólakalendari í Barnaútvarpinum í ár. Útvarpsleikurin er í fimtan pørtum, og vit fara í ævintýraheim. Einaferð fyri langari tíð síðani var alt gott í ævintýrlandinum Regnum. Ein dag og eina nátt á hvørjum ári lýsti ein stjørna fagurliga um alt landið. Henda dag og hesa nátt savnaðust øll í landinum til fundar á kongsborgini Moenia. Basilovs kongur, ið var ein góður kongur, skipaði fyri hesum árliga fundi, at vita um fólk vóru glað ella ónøgd og um nakað var, ið kundi verið betri. Kongur hevði ein ráðgeva, ið æt Mokturus, men kongur visti ikki, at Mokturus ynskti sær vald og vildi verða kongur. Mokturus visti, hvat hann skuldi gera, stjørnan mátti hvørva. Var hon í Regnum, var alt gott, men hvarv hon, var alt keðiligt og grátt. Tá fór kongur at gerast sorgarbundin og fór at leggjast í songina. Og so ein dagin var stjørnan horvin, og kongur gav boð um at leita eftir henni. Katrin Nolsøe og Kári Sólstein skrivaðu leikin og løgdu til rættis í 2002. Lena Anderssen og Niclas Johannesen hava smíðað orð og løg. Finnur Hansen og Niclas Johannesen hava framleitt tónleikin. Jón Svein Heinesen setti saman. Eyðun Johannesen er frásøgufólk. Stjørnan, ið hvarv er jólakalendari í Barnaútvarpinum í ár. Útvarpsleikurin er í fimtan pørtum, og vit fara í ævintýraheim. Einaferð fyri langari tíð síðani var alt gott í ævintýrlandinum Regnum. Ein dag og eina nátt á hvørjum ári lýsti ein stjørna fagurliga um alt landið. Henda dag og hesa nátt savnaðust øll í landinum til fundar á kongsborgini Moenia. Basilovs kongur, ið var ein góður kongur, skipaði fyri hesum árliga fundi, at vita um fólk vóru glað ella ónøgd og um nakað var, ið kundi verið betri. Kongur hevði ein ráðgeva, ið æt Mokturus, men kongur visti ikki, at Mokturus ynskti sær vald og vildi verða kongur. Mokturus visti, hvat hann skuldi gera, stjørnan mátti hvørva. Var hon í Regnum, var alt gott, men hvarv hon, var alt keðiligt og grátt. Tá fór kongur at gerast sorgarbundin og fór at leggjast í songina. Og so ein dagin var stjørnan horvin, og kongur gav boð um at leita eftir henni. Katrin Nolsøe og Kári Sólstein skrivaðu leikin og løgdu til rættis í 2002. Lena Anderssen og Niclas Johannesen hava smíðað orð og løg. Finnur Hansen og Niclas Johannesen hava framleitt tónleikin. Jón Svein Heinesen setti saman. Eyðun Johannesen er frásøgufólk. Stjørnan, ið hvarv er jólakalendari í Barnaútvarpinum í ár. Útvarpsleikurin er í fimtan pørtum, og vit fara í ævintýraheim. Einaferð fyri langari tíð síðani var alt gott í ævintýrlandinum Regnum. Ein dag og eina nátt á hvørjum ári lýsti ein stjørna fagurliga um alt landið. Henda dag og hesa nátt savnaðust øll í landinum til fundar á kongsborgini Moenia. Basilovs kongur, ið var ein góður kongur, skipaði fyri hesum árliga fundi, at vita um fólk vóru glað ella ónøgd og um nakað var, ið kundi verið betri. Kongur hevði ein ráðgeva, ið æt Mokturus, men kongur visti ikki, at Mokturus ynskti sær vald og vildi verða kongur. Mokturus visti, hvat hann skuldi gera, stjørnan mátti hvørva. Var hon í Regnum, var alt gott, men hvarv hon, var alt keðiligt og grátt. Tá fór kongur at gerast sorgarbundin og fór at leggjast í songina. Og so ein dagin var stjørnan horvin, og kongur gav boð um at leita eftir henni. Katrin Nolsøe og Kári Sólstein skrivaðu leikin og løgdu til rættis í 2002. Lena Anderssen og Niclas Johannesen hava smíðað orð og løg. Finnur Hansen og Niclas Johannesen hava framleitt tónleikin. Jón Svein Heinesen setti saman. Eyðun Johannesen er frásøgufólk. Stjørnan, ið hvarv er jólakalendari í Barnaútvarpinum í ár. Útvarpsleikurin er í fimtan pørtum, og vit fara í ævintýraheim. Einaferð fyri langari tíð síðani var alt gott í ævintýrlandinum Regnum. Ein dag og eina nátt á hvørjum ári lýsti ein stjørna fagurliga um alt landið. Henda dag og hesa nátt savnaðust øll í landinum til fundar á kongsborgini Moenia. Basilovs kongur, ið var ein góður kongur, skipaði fyri hesum árliga fundi, at vita um fólk vóru glað ella ónøgd og um nakað var, ið kundi verið betri. Kongur hevði ein ráðgeva, ið æt Mokturus, men kongur visti ikki, at Mokturus ynskti sær vald og vildi verða kongur. Mokturus visti, hvat hann skuldi gera, stjørnan mátti hvørva. Var hon í Regnum, var alt gott, men hvarv hon, var alt keðiligt og grátt. Tá fór kongur at gerast sorgarbundin og fór at leggjast í songina. Og so ein dagin var stjørnan horvin, og kongur gav boð um at leita eftir henni. Katrin Nolsøe og Kári Sólstein skrivaðu leikin og løgdu til rættis í 2002. Lena Anderssen og Niclas Johannesen hava smíðað orð og løg. Finnur Hansen og Niclas Johannesen hava framleitt tónleikin. Jón Svein Heinesen setti saman. Eyðun Johannesen er frásøgufólk. Stjørnan, ið hvarv er jólakalendari í Barnaútvarpinum í ár. Útvarpsleikurin er í fimtan pørtum, og vit fara í ævintýraheim. Einaferð fyri langari tíð síðani var alt gott í ævintýrlandinum Regnum. Ein dag og eina nátt á hvørjum ári lýsti ein stjørna fagurliga um alt landið. Henda dag og hesa nátt savnaðust øll í landinum til fundar á kongsborgini Moenia. Basilovs kongur, ið var ein góður kongur, skipaði fyri hesum árliga fundi, at vita um fólk vóru glað ella ónøgd og um nakað var, ið kundi verið betri. Kongur hevði ein ráðgeva, ið æt Mokturus, men kongur visti ikki, at Mokturus ynskti sær vald og vildi verða kongur. Mokturus visti, hvat hann skuldi gera, stjørnan mátti hvørva. Var hon í Regnum, var alt gott, men hvarv hon, var alt keðiligt og grátt. Tá fór kongur at gerast sorgarbundin og fór at leggjast í songina. Og so ein dagin var stjørnan horvin, og kongur gav boð um at leita eftir henni. Katrin Nolsøe og Kári Sólstein skrivaðu leikin og løgdu til rættis í 2002. Lena Anderssen og Niclas Johannesen hava smíðað orð og løg. Finnur Hansen og Niclas Johannesen hava framleitt tónleikin. Jón Svein Heinesen setti saman. Eyðun Johannesen er frásøgufólk. Stjørnan, ið hvarv er jólakalendari í Barnaútvarpinum í ár. Útvarpsleikurin er í fimtan pørtum, og vit fara í ævintýraheim. Einaferð fyri langari tíð síðani var alt gott í ævintýrlandinum Regnum. Ein dag og eina nátt á hvørjum ári lýsti ein stjørna fagurliga um alt landið. Henda dag og hesa nátt savnaðust øll í landinum til fundar á kongsborgini Moenia. Basilovs kongur, ið var ein góður kongur, skipaði fyri hesum árliga fundi, at vita um fólk vóru glað ella ónøgd og um nakað var, ið kundi verið betri. Kongur hevði ein ráðgeva, ið æt Mokturus, men kongur visti ikki, at Mokturus ynskti sær vald og vildi verða kongur. Mokturus visti, hvat hann skuldi gera, stjørnan mátti hvørva. Var hon í Regnum, var alt gott, men hvarv hon, var alt keðiligt og grátt. Tá fór kongur at gerast sorgarbundin og fór at leggjast í songina. Og so ein dagin var stjørnan horvin, og kongur gav boð um at leita eftir henni. Katrin Nolsøe og Kári Sólstein skrivaðu leikin og løgdu til rættis í 2002. Lena Anderssen og Niclas Johannesen hava smíðað orð og løg. Finnur Hansen og Niclas Johannesen hava framleitt tónleikin. Jón Svein Heinesen setti saman. Eyðun Johannesen er frásøgufólk. Stjørnan, ið hvarv er jólakalendari í Barnaútvarpinum í ár. Útvarpsleikurin er í fimtan pørtum, og vit fara í ævintýraheim. Einaferð fyri langari tíð síðani var alt gott í ævintýrlandinum Regnum. Ein dag og eina nátt á hvørjum ári lýsti ein stjørna fagurliga um alt landið. Henda dag og hesa nátt savnaðust øll í landinum til fundar á kongsborgini Moenia. Basilovs kongur, ið var ein góður kongur, skipaði fyri hesum árliga fundi, at vita um fólk vóru glað ella ónøgd og um nakað var, ið kundi verið betri. Kongur hevði ein ráðgeva, ið æt Mokturus, men kongur visti ikki, at Mokturus ynskti sær vald og vildi verða kongur. Mokturus visti, hvat hann skuldi gera, stjørnan mátti hvørva. Var hon í Regnum, var alt gott, men hvarv hon, var alt keðiligt og grátt. Tá fór kongur at gerast sorgarbundin og fór at leggjast í songina. Og so ein dagin var stjørnan horvin, og kongur gav boð um at leita eftir henni. Katrin Nolsøe og Kári Sólstein skrivaðu leikin og løgdu til rættis í 2002. Lena Anderssen og Niclas Johannesen hava smíðað orð og løg. Finnur Hansen og Niclas Johannesen hava framleitt tónleikin. Jón Svein Heinesen setti saman. Eyðun Johannesen er frásøgufólk. Stjørnan, ið hvarv er jólakalendari í Barnaútvarpinum í ár. Útvarpsleikurin er í fimtan pørtum, og vit fara í ævintýraheim. Einaferð fyri langari tíð síðani var alt gott í ævintýrlandinum Regnum. Ein dag og eina nátt á hvørjum ári lýsti ein stjørna fagurliga um alt landið. Henda dag og hesa nátt savnaðust øll í landinum til fundar á kongsborgini Moenia. Basilovs kongur, ið var ein góður kongur, skipaði fyri hesum árliga fundi, at vita um fólk vóru glað ella ónøgd og um nakað var, ið kundi verið betri. Kongur hevði ein ráðgeva, ið æt Mokturus, men kongur visti ikki, at Mokturus ynskti sær vald og vildi verða kongur. Mokturus visti, hvat hann skuldi gera, stjørnan mátti hvørva. Var hon í Regnum, var alt gott, men hvarv hon, var alt keðiligt og grátt. Tá fór kongur at gerast sorgarbundin og fór at leggjast í songina. Og so ein dagin var stjørnan horvin, og kongur gav boð um at leita eftir henni. Katrin Nolsøe og Kári Sólstein skrivaðu leikin og løgdu til rættis í 2002. Lena Anderssen og Niclas Johannesen hava smíðað orð og løg. Finnur Hansen og Niclas Johannesen hava framleitt tónleikin. Jón Svein Heinesen setti saman. Eyðun Johannesen er frásøgufólk. Stjørnan, ið hvarv er jólakalendari í Barnaútvarpinum í ár. Útvarpsleikurin er í fimtan pørtum, og vit fara í ævintýraheim. Einaferð fyri langari tíð síðani var alt gott í ævintýrlandinum Regnum. Ein dag og eina nátt á hvørjum ári lýsti ein stjørna fagurliga um alt landið. Henda dag og hesa nátt savnaðust øll í landinum til fundar á kongsborgini Moenia. Basilovs kongur, ið var ein góður kongur, skipaði fyri hesum árliga fundi, at vita um fólk vóru glað ella ónøgd og um nakað var, ið kundi verið betri. Kongur hevði ein ráðgeva, ið æt Mokturus, men kongur visti ikki, at Mokturus ynskti sær vald og vildi verða kongur. Mokturus visti, hvat hann skuldi gera, stjørnan mátti hvørva. Var hon í Regnum, var alt gott, men hvarv hon, var alt keðiligt og grátt. Tá fór kongur at gerast sorgarbundin og fór at leggjast í songina. Og so ein dagin var stjørnan horvin, og kongur gav boð um at leita eftir henni. Katrin Nolsøe og Kári Sólstein skrivaðu leikin og løgdu til rættis í 2002. Lena Anderssen og Niclas Johannesen hava smíðað orð og løg. Finnur Hansen og Niclas Johannesen hava framleitt tónleikin. Jón Svein Heinesen setti saman. Eyðun Johannesen er frásøgufólk. Stjørnan, ið hvarv er jólakalendari í Barnaútvarpinum í ár. Útvarpsleikurin er í fimtan pørtum, og vit fara í ævintýraheim. Einaferð fyri langari tíð síðani var alt gott í ævintýrlandinum Regnum. Ein dag og eina nátt á hvørjum ári lýsti ein stjørna fagurliga um alt landið. Henda dag og hesa nátt savnaðust øll í landinum til fundar á kongsborgini Moenia. Basilovs kongur, ið var ein góður kongur, skipaði fyri hesum árliga fundi, at vita um fólk vóru glað ella ónøgd og um nakað var, ið kundi verið betri. Kongur hevði ein ráðgeva, ið æt Mokturus, men kongur visti ikki, at Mokturus ynskti sær vald og vildi verða kongur. Mokturus visti, hvat hann skuldi gera, stjørnan mátti hvørva. Var hon í Regnum, var alt gott, men hvarv hon, var alt keðiligt og grátt. Tá fór kongur at gerast sorgarbundin og fór at leggjast í songina. Og so ein dagin var stjørnan horvin, og kongur gav boð um at leita eftir henni. Katrin Nolsøe og Kári Sólstein skrivaðu leikin og løgdu til rættis í 2002. Lena Anderssen og Niclas Johannesen hava smíðað orð og løg. Finnur Hansen og Niclas Johannesen hava framleitt tónleikin. Jón Svein Heinesen setti saman. Eyðun Johannesen er frásøgufólk. Stjørnan, ið hvarv er jólakalendari í Barnaútvarpinum í ár. Útvarpsleikurin er í fimtan pørtum, og vit fara í ævintýraheim. Einaferð fyri langari tíð síðani var alt gott í ævintýrlandinum Regnum. Ein dag og eina nátt á hvørjum ári lýsti ein stjørna fagurliga um alt landið. Henda dag og hesa nátt savnaðust øll í landinum til fundar á kongsborgini Moenia. Basilovs kongur, ið var ein góður kongur, skipaði fyri hesum árliga fundi, at vita um fólk vóru glað ella ónøgd og um nakað var, ið kundi verið betri. Kongur hevði ein ráðgeva, ið æt Mokturus, men kongur visti ikki, at Mokturus ynskti sær vald og vildi verða kongur. Mokturus visti, hvat hann skuldi gera, stjørnan mátti hvørva. Var hon í Regnum, var alt gott, men hvarv hon, var alt keðiligt og grátt. Tá fór kongur at gerast sorgarbundin og fór at leggjast í songina. Og so ein dagin var stjørnan horvin, og kongur gav boð um at leita eftir henni. Katrin Nolsøe og Kári Sólstein skrivaðu leikin og løgdu til rættis í 2002. Lena Anderssen og Niclas Johannesen hava smíðað orð og løg. Finnur Hansen og Niclas Johannesen hava framleitt tónleikin. Jón Svein Heinesen setti saman. Eyðun Johannesen er frásøgufólk. Sálarfrøðingarnir Tóra Petersen og Suni Poulsen siga, at lívið og gerandisdagurin fyrr fór illa við likaminum, meðan gerandisdagurin í dag fer illa við sálini hjá menniskjanum. Gongdin er ikki tann rætta, tí tað vísir seg at fleiri gerast fátøk, og samstundis økist munurin ímillum tey fátæku og ríki, sigur Yngvar sholt, sum hevur verið við til at gera frágreiðingina. Frágreiðingin er gjørd út frá skipanini sum ES londini nýta til sínar metingar, og tað er greitt, at fleiri gerast fátæk, sigur hann. Frágreiðingin vísir eisini, at 17,5 av øllum børnum í Oslo búgva í heimum, har inntøkan er lág, og fólk, sum koma úr øðrum londum, eru millum tey 43 av fólkinum, sum eru ringast fyri. Og tann gongdin broytist ikki. Frágreiðingin vísir eisini, at lønin hjá teimum fátækastu stendur í stað, og tí økist munurin upp til aðrar samfelagsbólkar og serliga upp til tey ríki, sigur Yngvar sholt. Nýggja skipanin skal vísa, hvussu ognin av kvotum verður gjørd upp, reglurnar fyri at koma uppí fiskivinnuna skulu herðast, og revsingin fyri at brótabreglurnar skal eisini herðast. Eitt lið av serfrøðingum skal hava eftirlit við vinnuni og halda eyga við handlum við kvotum, hvør eigur kvoturnar, og hvussu pengarnir flyta seg. Danski ráðharrin í fiskivinnumálum, Karen Ellemann sigur seg vera sannførda um, at um roynt verður at svika í fiskivinnuni, so verður tað avdúkað. Og hon sigur seg eisini vera sannførda um, at fiskivinnan fer at laga seg eftir nýggju reglunum, so tað verður pláss fyri stóru feløgunum, men eisini fyri teimum miðalstóru og smáu feløgunum í fiskivinnuni, skrivar DR. Hesa øldina eru hendar stórar broytingar í donsku fiskivinnuni, og tað hevur havt við sær, at færri eiga stóran part av fiskivinnuni. Í eini sending hjá DR fyrr í ár varð víst á, at Henning Kjeldsen í norðurjútlandi eigur kvotur fyri yvir 900 milliónir krónur. Myndugleikarnir bóðu um eina aðra skipan, eftir at fleiri fólk seinastu tíðina eru deyð, og orsøkin skal vera ovurnýtsla av rúsevni. Sum dømi nevnir blaðið, at tríggir litrar av White Cider nú kosta umleið 30 krónur. Tá prísurin hækkar, verður kostnaðurin umleið 90 krónur fyri somu nøgd. Tað er sostatt talan um eina trífalding av prísinum. Skotski heilsumálaráðharrin, Shona Robinson, fegnast um avgerðina hjá hægstarætti, tí hægri príur er tað einasta, sum kann fáa fólk at drekka minni, sigur hon. Dómurin er søguligur og avgerandi fyri framtíðina hjá Skotlandi, tí neyðugt er at fáa fólk at hugsa meir um rúsdrekka og tær fylgjur, sum rúsdrekka hevur, sigur heilsumálaráðharrin. Onnur lond hava bíðað í spenningi eftir avgerðini hjá hægstarætti, teirra millum er Írland. Og eygleiðarar ivast onga løtu í, at fleiri onnur lond fara at seta somu skipanir í verk, sum nú verða settar í verk í Skotlandi. Serlæknar í Føroyum fara ikki altíð til hús, tá klokkan slær fýra ella fimm. Fleiri av læknunum, sum starvast í almenna heilsuverkinum, hava privat virksemi eftir vanliga arbeiðstíð. Og tó. Virksemið er ikki meira privat enn so, at læknarnir fáa løn fyri tænasturnar frá Heilsutrygd, og sjúklingarnir, sum teir taka inn, eru ávístir av kommunulækna. Í fjør veitti Heilsutrygd góðar tvær milliónir til hetta virksemið hjá serlæknunum. Fyri fimm árum síðan var talið fimm milliónir. Tað vil siga, at virksemið bara er 40 av tí, sum tað var í 2011. Og hetta hevur eftir øllum at døma eydnast, tí seinastu tvey árini hava serlæknarnir tilsamans bara fingið 2 milliónir krónur árliga fyri privata virksemið. Størsta upphæddin fer til eygnalæknar. Uppgerðin hjá Heilsutrygd vísir, at eygnalæknarnir fingu yvir 900.000 krónur til privata virksemið í fjør, tað vil siga næstan helvtina av samlaðu upphæddini. Sjúklingar, sum fáa viðgerð í hesari skipanini hjá serlæknum, eru ikki teir, sum hava privatar viðgerðartryggingar. Teir sjúklingarnir verða viðgjørdir á privatsjúkrahúsi ella privatum viðgerðarstovum. Danska Løgmálaráðið heldur framvegis ikki, at ivi er um stjórnarskipanarligu støðu Føroya, nú tað hevur fingið viðmerkingarnar um uppskotið um føroyska stjórnarskipan. Viðmerkingarnar vóru ikki tøkar fyrru ferðina, tað var 9.juli, Løgmálaráðið viðgjørdi stjórnarskipanina og støðu Føroya í ríkinum. Løgmálaráðið leggur dent á, at eisini í viðmerkingum um inngangin í stjórnarskipanarlógini stendur skilliga, at føroyska stjórnarskipanarlógin ikki setir úr gildi galdandi stjórnarskipanarligu støðu Føroya í ríkinum. Tey, sum skulu tilnevna fólk í ráðið, hava ikki funnið øll fólkini enn. Fíggjarmálaráðið boðaði í summar frá við kunngerð, at parturin í lógini um Landsbankan um føroyska váðaráðið, varð settur í gildi 1.juli sum ætlað. Føroya váðaráð skal tryggja, at føroyskir myndugleikar í góðari tíð fáa ávaringar um fíggjarligar váðar í samfelagnum, og tilmæli um átøk, sum kunnu fyribyrgja, at fíggjarligir váðar gerast til framtíðar fíggjarkreppur. Føroya váðaráð skal eisini geva peningastovnunum í Føroyum ávaringar og tilmæli, hóast bankar og sparikassar í Føroyum eru danskt málsøki og tí eru undir danska váðaráðnum, Det Systemiske Risikor d. Tað er ikki eitt semingsuppskot gjørt. Arbeiðshátturin er, at partarnir hava roynt at nærkast hvørjum øðrum við ymiskum útspælum, og tað er tað, sum er í gongd enn, sigur Terje Sigurðsson. Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur ynskt hægri løn, og ósemjan snýr seg sostatt um lønina hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, sigur hann og leggur afturat, at í løtuni er tilgongdin góð. Partarnir møtast aftur klokkan 13.30. Um partarnir kunnu semjast, er ikki neyðugt við einum semingsuppskotið frá semingsmanninum, sum er bjartskygdur um støðuna. Tær eru 12 í alt, ein býr á Malta, ein í Suðri, ein í Afrika, og hinar í norðanfyri. Tær eru eisini saman í bindiklubba tá høvið býðst. Tað er Jólamerkjagrunnurin, sum á hvørjum ári letur innkomna peningin av jólamerkjasøluni hjá Posta, til felagsskapir, sum gera vælgerandi arbeiði børnum at frama. Spurningurin er aktuellur, nú løgmaður sigur, at milliardastóru virðini, sum eru í fiskivinnuni, seta tinglimir undir øgiligt trýst. Harafturat spyr landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, alment, um tað eru fýra tey størstu reiðaríini ella løgtingið, sum skulu avgera fiskivinnupolitikkin í Føroyum. Jógvan Jespersen er stjóri í felagnum Nótaskip, har trý av teimum fýra størstu reiðaríunum, sum landsstýrismaðurin tosar um, eru umboðað. Tá man bjóðar seg fram at vera løgtingsmaður, so má man taka tað við, at tann veljarin, sum hevur valt teg, kemur til tín og hevur ein meining um, hvat tú eigur at gera, sigur Jógvan Jespersen. Birna Abrahamsen frá Hvirluni greiðir frá um renningina, sum verður verður við Kerjar leygardagin. Við Kerjar er økið við Hotel Føroyar, og runnið verður eftir rossagøtuni. Árliga rennitiltakið hevur undanfarin ár havt fleiri hundrað luttakarar, og fyrireikararnir vænta líka stóra undirtøku í ár. Hoyr innslagið, sum varð sent í vikuskiftissendingini, her. Týskland, Póland, Slovenia, Slovakia, Ungarn, Frankaríki, Italia og, Eysturríki eru váttað og so verður uttan iva eisini onkur spæling í Føroyum. Hetta er ein stór avbjóðing fyri meg , sigur Pauli Reinert Poulsen, sum hevur bakgrund í rútmiskum tónleiki. At spæla elektriskan gittara er als ikki tað sama sum at spæla klassiskan , leggur hann afturat. Elsa Maria Dam, hinvegin, hevur ongar trupulleikar við repertoirinum, eftirsum hon er útbúgvin klassiskur floytuspælari. Spurd um, hvørt tey brúka improvisatión í tónleikinum, svarar hon als ikki . Hoyr innslagið, sum varð sent í vikuskiftissendingini, her Føroyar góðtaka ikki, at Altjóða Hvalaveiðunevndin, IWC, eisini skal umrøða og taka støðu til grindahval og annan smáhval, tí tað verður gjørt í felagskapinum NAMMCO, sum er ein felagskapur fyri havsúgdjór í Norðuratlantshavi. Tí royna Føroyar at ávirka gongdina, nú ES arbeiðir við einum uppskoti um, at øll londini í ES skulu standa saman um eitt uppskot, sum skal fáa Altjóða Hvalaveiðunevndina at friða grindahval og annan smáhval, sum eitt nú springarar. Jóannes Vitalis Hansen í Uttanríkis og Vinnumálaráðnum er samráðingarleiðari, tá talan er um altjóða stovnar, sum umsita tilfeingi í havinum Poul Michelsen hevur fingið eitt tilmæli frá einum arbeiðsbólki, sum var settur at orða eina virkisætlan fyri ferðavinnuna, sum skal vera grundarlag undir einari tilgongd at menna ferðavinnuna í Føroyum. Páll á Reynatúgvu helt ognarrættin viga tyngri enn hvørsmansrættin á røðarapallinum í dag. Hann gjørdi púra greitt, at ognarrætturin skal virðast. Einasti trupulleikin við hesum er, at í stjórnarskipanaruppskotinum verður hvørsmansrætturin raðfestur. Samgonguflokkarnir, sum Páll á Reynatúgvu sjálvur er partur av, hava gjørt semju um stjórnarskipanina. Har stendur Íbúgvar landsins eiga rætt til at ferðast um sjógv og haga, tá ið tað ikki er fólki, fæi ella náttúru til ampa. Bárður á Steig Nielsen, løgtingsmaður, var skjótur at spyrja Páll á Reynatúgvu, um hann so ikki tekur undir við stjórnarskipanini. Páll á Reynatúgvu sigur seg ikki vilja hava hvørtmansrættin úr stjórnarskipanini, men hann tekur ikki undir við einum treytaleysum hvørtmansrætti. Hann sigur, at semja má finnast um, hvør kann brúka hvørsmansrættin og undir hvørjum treytum. Hann heldur, at ein má skilja í millum virksemi, sum er vinnuligt og virksemi, sum ikki er vinnuligt, og at hvørsmansrætturin má fyrst og fremst vera fyri føroyingar, og ikki neyðturviliga fyri onnur, sum koma at vitja Føroyar. Samgonguflokkarnir eru sperdir í málinum um fiskivinnunýskipanina, og teir fara um vikuskiftið at tosa við Miðflokkin í eini roynd at fáa fiskivinnunýskipanina framda í løgtinginum. Tað ger Bjørt Samuelsen, forkvinna í vinnunevndini, greitt, nú Bjarni Hammer í Javnaðarflokkinum, sum eisini er í vinnunevndini, hevur avdúkað, at hann er ímóti uppboðssølu sum heild. Fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur kapping verið um at gerast Føroya sterkasta kvinna, og sterkasta kvinnan í Føroyum eitur Tóra Martinsdóttir og er 19 ára gomul. Tað verður ikki tikið hædd fyri fiskivinnunýskipanini í fíggjarætlanini hjá Klaksvíkar Kommunu fyri 2018. Jógvan Skorheim hevur fyrr sagt, at fiskivinnunýskipanin fer at kosta Klaksvíkar kommunu dýrt. Nú væntar hann hinvegin at fáa meir í kommunukassan í 2018 í mun til í ár. Hinir spurningarnir snúgva seg um, hví bert roykjarar skulu plágast av ógvusligum ávaringum á vørum, tá aðrar vørur eisini eru skaðiligar fyri fólk, og hvat man kann gera, tá man hevur børn til fosturs, sum ikki gera, sum ein sigur. Innkomni spurningurin var um tað er ov tíðliga at pynta til jóla, og nær jólapyntið skal niður aftur. Panelið var hesaferð mannað av Eileri Fagraklett, Katrini Petersen og Barbaru Holm Mannfólkadagur er 19. november, og í hesum sambandi kom Ólavur Ellefsen, formaður í javnstøðunevndini, á vitjan, fyri at greiða eitt sindur frá hvussu hesin dagur verður hátíðarhildin í Føroyum. Elin í Stórustovu var á vitjan á Verkstaðnum Vón, tá jólasølan byrjaði, og har fekk hon eitt prát við millum onnur Dánjal Gram Høgnesen, sum arbeiðir á verkstaðnum. Eisini seta vit sjóneykuna á navnalógina og navnalistan, sum í stóran mun avgera, hvussu børn í Føroyum eita. Vit tosa við Anfinn Johansen, nevndarformann í navnanevndini, Jannie Dam Jacobsen, sum ynskti at kalla sonin eitt navn, ið ikki er á listanum, og Solby Christiansdóttir, sum er einnevnd í Føroyum. Bretski forsætisráðharrin, Theresa May, hevur fingið at vita, at hon hevur tvær vikur at leggja meira pengar á borðið, um ES skal taka undir við at fara undir samráðingar um handilsviðurskifti fyri nýggjár. Donald Tusk, forseti í evroparáðnum sigur, at hann er til reiðar at fara undir næsta stig í samráðingunum, sum snýr seg um framtíðarsambandið millum Bretland og ES. Men skal hetta vera møguligt má bretland vísa ein størri vilja í sambandi við sonevndu divorce bill tað er rokningin, sum Bretland skal gjalda ES í sambandi við at landið tekur seg úr felagsskapinum. Næsti fundur millum ES leiðarar er 14. desember, og Donald Tusk forseti ætlar bara at viðmæla leiðarunum at fara víðari við samráðingunum, um Bretland leggur fleiri pengar á borðið, sigur hann. Fleiri bretskir politikarar hjá teimum konservativu halda, at Bretland skal spenna meira við musklunum og gevast við at samráðast, um ikki ES linkar hørðu treytirnar. ES hevur líka nógv at missa sum Bretland um ein góð avtala ikki kemur í lag, halda teir. Arbeitt verður meira varliga, tá ið rundkoyringin skal gerast, enn tá ið vegurin skal vera beinur, sigur Teitur Samuelsen, stjóri í felagnum Eystur og Sandoyartunlar. Miðflokkurin fer ikki upp í verandi samgongu. Heldur er ætlanin at gera eina nýggja samgongu, sigur formaðurin í Miðflokkinum. Vit hyggja heldur fram í tíðina, enn at tí, sum samgongan higartil hevur gjørt. Í so máta er LGBT samgongan fyrigivin, hóast hon ikki hevur verið góð fyri samfelagið, sigur Jenis av Rana. Andorra lá á øðrum plássi undan dystinum. Monako tryggjaði sær annaðplássið og Andorra endaði nummar trý orsaka av ósigrinum fyri Føroyum. Talan er um eina rættiliga sterka kapping, sigur Finnbjørn Vang, formaður í Talvsambandi Føroya. Alt bendi á, at tað vóru tvær sera javnar manningar, sum hittust í finaluni í dag. Vertslandið Andorra hevur ikki verið so frammarlaga í talvi sum nú. Men hyggur tú nærri at liðnum, sæst, at telvarar uttaneftir hava styrkt liðið. De La Riva og Aloma Vidal eru báðir spaniólar úr Katalonia. Annar stórmeistari og hin altjóða meistari. De La Riva var í 2003 spanskur meistari. David Norwood er bretskur stórmeistari, og var longu í 1993 nógv brúktur sum serkønur í BBC sjónvarpinum, tá ið Kasparov og Short telvaðu HM finalu í London. De La Riva og Norwood hava telvað við Andorra í nøkur ár, men Aloma Vidal er nýliga komin aftrat. Hesir eru stórmeistarar og altjóða meistari. Føroyska liðið tyktist undan dystinum at vera komið á lagið eftir eina treka byrjan. Helgi Dam Ziska, Høgni Nielsen og John Rødg rd vóru allir ósigraðir. Rógvi hevði ikki fingið glið á í sama mun sum hinir. Tí var tað serliga gleðiligt, at tað júst var sigurin hjá Rógva Nielsen við svarta fólkinum á triðja borði, sum tryggjaði Føroyum fyrsta plássið í dag. Andorra Føroyar GM De La Riva 2482 GM Helgi Dam Ziska 2543 GM Norwood 2505 FM Høgni E. Nielsen 2354 IM Aloma Vidal 2440 FM Rógvi E. Nielsen 2340 FM Raul Garcia 2150 IM John Rødg rd 2332 Norðurlandahúsið var í gjár karmur um almennan fund um pensjónsnýskipanina. Millum annað løgdu landsstýriskvinnurnar Eyðgunn Samuelsen og Kristina Háfoss fram uppskotið um pensjónsnýskipan. Um endamálið er, at tey, sum hava minstu pensjón frá arbeiðsmarknaðinum, skulu hava meir, so eru ikki nógvir aðrir mátar at gera hetta uppá, helt Tommy Petersen fyri. Tað ljóðar sindur ørkymlandi, tað, sum tey eru í holt við nú. Mest ørkymlandi er, hví tey eru farin í holt við grundupphæddina í hesum fortvivlaða prosjektinum, sum eg haldi tað er, segði Jóhan Karl Dam. Vikuskiftið hevur annars verið friðarligt, sigur vakthavandi á politistøðini, og rúsdrekkakoyringin í Norðoyatunnlinum leygarnáttina er einasta málið av slíkum slag hetta vikuskiftið. Ein kvinna, sum brúkar eitthvørt slag av fyribyrging við hormonum, er í meir enn tvær ferðir so stórum vanda fyri at gera sjálvmorðsroynd og tríggjar ferðir so stórum vanda at gera sjálvmorð samanborið við javngamla kvinnu, sum ongantíð hevur brúkt fyribyrging við hormonum. Hetta er úrslitið av stórum granskingararbeiði, sum er gjørt á Ríkissjúkrahúsinum í Danmark. Granskingarúrslitið er júst almannakunngjørt í tíðarritinum The American Journal og Psychiatry. Hetta er fyrsta granskingin á heiminum, har tað heilt klárt kann dokumenterast, at samanhangur er millum nýtslu av hormonellari fyribyrging og so vandanum fyri sjálvmorðsroynd og sjálvmorði, sigur Øjvind Lidegaard, sum er professari og hevur staðið fyri granskingararbeiðinum á Ríkissjúkrahúsinum. Somuleiðis er hann ein av fremstu granskarum í p pillum. Vit hava tikið hædd fyri øllum tí, ið kann ávirkað granskingarúrslitið, og tí meta vit okkum kunna siga, at p pillarar, p plástur p ringur, hormonspiralur og onnur sløg av fyribyrging við hormonum økja um vandan fyri sjálvmorðsroynd og sjálvmorði, sigur Øjvind Lidegaard. Hann leggur dent á, at flestu konufólk tola væl p pillarar og aðra slíka fyribyrging, men at summar verða so mikið ávirkaðar av hormonunum, at bæði læknar og kvinnurnar sjálvar eiga at vera tilvitað um tunglyndi, sum kann henda orsakað av hormonunum. Granskingartoymið í Danmark hevur fylgt 476.000 kvinnum, frá tær fyltu 15 ár i tíðarskeiðinum 1996 til 2013. Í miðal blivu kvinnurnar fylgdar í 8, 3 ár. Beint yvir helvtin av kvinnunum, sum vóru við í kanningini, byrjaðu at taka okkurt slag av fyribyging við hormonum, meðan kanningin fór fram. Tilsamans vóru 6.999 sjálvmorðsroyndir og 71 sjálvmorð millum allar kvinnurnar í kanningini. Serliga vóru tað kvinnur, ið høvdu brúkt fyribyrging við hormonum, sum gjørdu sjálvmorðsroynd ella sjálvmorð. Týsmorgunin verða øll sjúkrahúsini løgd lamin. Tað er greitt, eftir at samráðingarnar millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar slitnaðu í gjárkvøldið. Úrslitið av hesum er, at sjúkrarøktarfrøðingarnir hava handað Kristinu Háfoss, fíggjarmálaráðharra, eitt skriv, sum segði, at Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar nú verða allir limir, sum arbeiða á sjúkrahúsunum, partur av verkfallinum frá týsdegnum klokkan sjey. Vit hava í morgun roynt at fingið eina viðmerking frá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, men tað hevur ikki eydnast okkum. Vit hava bjóðað felagnum 4000 krónur meira í løn um mánaðin í endastigi til vanligar sjúkrarøktarfrøðingar. Vit hava bjóðað eftirløn á 15 prosent á ábyrgdarbøtur og førleikaviðbøtur, sum í dag er stórur partur av lønini hjá sjúkrarøktarfrøðingum. Vit hava arbeitt hart við at møta teirra ynskjum um eina øðrvísi lønarskipan enn hana, limirnir hava í dag, men alt verður afturvíst, sigur landsstýriskvinnan við in.fo. Hann var saman við Bill Justinussen og skrivara floksins á samstarvsfundi í nátt. Fundurin byrjaði klokkan gott 23 og endaði klokkan tvey. Við fyri samgonguna vóru Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Høgni Hoydal, landsstýrismaður. Poul Michelsen skuldi av landinum tíðliga í morgun og var tískil ikki við. Jenis av Rana vil ikki gera bandaða samrøðu við Kringvarpið, men sigur, at tey hesar tríggjar tímarnar í nátt komu væl rundan um tey 18 punktini, Miðflokkurin vil hava við í eitt samgonguskjal um samgongan altso vil hava Miðflokkin við. 18 punkt, sum Miðflokkurin lat løgmanni fyri viku síðani. Hesi punkt siga millum annað, at uppboðssøluparturin skal minka munandi, um Miðflokkurin skal vera við til at gera fiskivinnunýskipanina, umframt at reglurnar um antitrust skulu vera munandi linari. Og Miðflokkurin ynskir, at skattafría grundarupphæddin skal fáa frið, og hon skal hækkast til tað støðið, hon var á, áðrenn samgongan lækkaði hana. Aftrat hesum vil Miðflokkurin hava ein landsstýrissess og krevur eisini nevndarsess. Og so hevur Miðflokkurin í nátt sett fram ynski um ein skattalætta til lág og miðallønt. Í morgin fara teir báðir løgtingslimirnir fyri Miðflokkin til baklandið at kunna um fundin og tað, sum kom fram har og so verður avgerð tikin um, hvat tey so gera. Sálmarnir, ið sungnir vórðu, eru 600 Stór er tín trúfesti 249 Guðs kirkjugrund aleina Og eftir prædiku. 320 Ger tað sindrið, tú kanst 60 Hjá tær, mín Harri Guð Símun Persson prestur prædikar, Hjalgrím Johannesen er deknur, við orglið situr Hanus Thomsen og klokkari er Høgni Joensen. Tøkningur í kirkjuni er Høgni Fagraberg Tilsamans eru fýra dystir á skránni í fremstu hondbóltskappingunum í dag H71 Neistin kv. Hoyvík 14.30 StÍF VB kv. Skála 14.30 H71 Neistin m. Hoyvík 16.00 StÍF KÍF Skála 16.00 Hann hevur havt valdið yvir tjóðini í 37 ár, men nú Robert Mugaber ikki longur leiðari í Zanu PF, upplýsa keldur til Reuters í morgun. Robert Mugabe, sum er 93 ára gamal, er settur í húsavarðhald av leiðaranum í herinum í Zimbabwe, og harafturat hevur ein stórur partur av teimum 1,6 milliónunum av íbúgvunum verið úti á gøtunum í høvuðsstadnum Harare og mótmælt Mugabe. Roknað verður við, at varaforsetin, Emmerson Mnangagwa, sum bleiv koyrdur frá fyrr í mánaðinum av sjálvum Mugabe, fer at reka forsetaembæti. Somuleiðis sær út til, at Mnangagwa fer at blíva stjórnarleiðari Bæði Mugabe og Mnangagwa verða hildnir at standa aftan fyri ógvusligu herferðina við harðskapi móti hvítum bøndum, sivilum borgarum og politiskum mótstøðufólkum. Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum er greið, nú felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hava boðað frá, at teirra arbeiðssteðgur verður víðkaður týsmorgunin klokkan sjey, soleiðis at eingin sjúkrarøktarfrøðingur fer til arbeiðis á sjúkrahúsunum og tey harvið verða løgd lamin. Tað vil avgjørt kunna seta lív upp á spæl og tað kann ikki góðtakast, eru boðini frá landsstýriskvinnuni, sum fer at viðgera støðuna í landsstýrinum í dag. Tað sigur Patrick Chimawasa úr Zanu PF, sum er flokkurin, har Mugabe inn til í dag var formaður í. Hetta veit tíðindastovan Reuters at siga. Flokkurin boðar eisiin í dag frá, at fyrrverandi varaforsetin, Emmerson Mnangagwa, verður innstillaður sum forsetavalaevni hjá flokkinum. Somuleiðis er Mnangagwa róptur at vera nýggi leiðarin í flokkinum, Zanu PF. Hesi boðini koma samstundis sum at forsetin er í samráðingum við herin, nú hann fer frá. Herurin tók valdið í landinum mikumorgunin. Samstundis sum at forsetin bleiv koyrdur frá sum flokksformaður fyrr í dag, bleiv kona hansara, Grace Mugabe, og onnur í flokkinum, koyrd úr flokkinum. Dagurin er ikki eins kendur og kvinnudagurin, sum er 8. mars, men mannfólkadagurin verður hátíðarhildin um allan heim eisini í Føroyum. Millum annað skipar Javnstøðunevndin í dag fyri tiltaki í Norðurlandahúsinum, har fyrilestrar og prát er um føroyska mannin anno 2017. Fyrst og fremst er endamálið at virka fyri positivum mannfólkafyrimyndum, sum liva sømulig og heiðurlig lív. Tað snýr seg eisini um, at fagna tí góða, sum menn gera í samfelagnum, um heilsuna hjá monnum, at vísa á diskriminatiónina, sum er millum kynini, at virka fyri javnstøðu og ikki minst at skapa eina tryggari og betri verð, har øll kunnu vaksa og røkka teirra fulla potentiali, sigur Ólavur Ellefsen. Evnið á ársins mannfólkadegi er at heiðra menn í øllum teirra ymiskleika. Og menn í Føroyum eru ymiskir, men hava somu avbjóðingar Ein avbjóðing hjá monnum í dag er at finna sín leiklut. Vit hava fleiri og fleiri størv, sum verða tikin frá monnum, tí tey verða automatiserað, og so er ein ávísur ágangur á mannfólk, bara tí teir eru menn, sigur Ólavur Ellefsen. Fíggjarmálaráðharrin ákærir sjúkrarøktarfrøðingar fyri at seta lív í váða við at víðka arbeiðssteðgin týsdagin. Hetta vísir heilt greitt, at Fíggjarmálaráðið als ikki skilir, hvussu álvarsom støðan hjá sjúklingunum longu er. Vit kunnu ikki longur standa og hyggja at, meðan arbeiðssteðgurin rakar sjúklingin. Fíggjarmálaharrin dugir væl at sminka tøl. Tað tykist, sum teirra samráðingarútspøl eru meira ætlað at geva teimum góðar yvirskriftir í miðlunum aftaná, enn til at finna semju undir samráðingunum, stendur í tíðindaskrivinum. Tað ljóðar av nógvum, at vit fáa bjóðað 4.000 krónur á endastignum, men tá man samstundis viskar burtur allan starvsaldur hjá okkara limum, so ganga tað 8 ár, áðrenn vit síggja hendan peningin, sigur felagið og vísir á, at talan er um manipulatión við tølum, og at tað er nakað, sum hevur merkt alla samráðingartilgongdina. Bæði í miðlunum og undir samráðingunum hevur Fíggjarmálaráðið borðreitt við villeiðandi tølum, og nú er nóg mikið, boðar felagið frá. Mær dámar ikki, at tingingar av tí slagnum, sum eru í løtuni, fara fram í miðlunum. Tað tykist ikki serliga seriøst, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður og formaður í Framsókn. Boðini koma eftir, at Jenis av Rana í útvarpstíðindunum klokkan tvey í dag greiddi frá fundinum, sum hevði verið millum samgonguna og so teir báðar tinglimirnar hjá Miðflokkinum. Poul Michelsen luttók ikki sjálvur á fundinum, tí hann skuldi av landinum tíðliga í morgun. Tí vóru tað Aksel V. Johannesen og Høgni Hoydal, løgmaður og varaløgmaður, sum tingaðust við Jenis av Rana og Bill Justinussen. Poul Michelsen sigur seg tó hava tosað við bæði Aksel V. Johannesen og Høgna Hoydal í dag um fundin í nátt, men hevur ikki stórvegis viðmerkingar annars. Og so ger Poul Michelsen eisini greitt, at tær avtalur, sum eru gjørdar við Sjálvstýri um pensjónsnýskipan og fíggjarlóg ætlar hann sær at halda. Men tað kundi Friðingarnevndin ikki, tí málsøkið hjá nevndini fevnir ikki um sjógvin, bara um øki á landi, segði Finnbogi Midjord, sýslumaður og formaður í Friðingarnevndini fyri Vága sýslu. FNU hevur eisini kært loyvið at ala á Víkum, tí umhvørvisgóðkenningin fyri Sørvágsfjørð verður brúkt sum grundarlag fyri loyvinum. Enn er eingin fráboðan komin um, hvussu Fíggjarmálaráðið ætlar at forða fyri verkfallinum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum í morgin ári klokkan sjey. Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar vrakaði sunnunáttina eitt semingsuppskot, og so fór semingsroyndin, sum byrjaði hósmorgunin, fyri skeytið. Fyrrapartin fer grein 25 nevndin, sum skal viðgera uppskotið um stjórnarskipan, at skipa arbeiðið hjá sær og fara ígjøgnum tilfarið í málinum. Robert Mugabe hevur verið forseti í Zimbabwe í 37 ár, líka síðani tey littu tóku við valdinum í landinum og broyttu navnið Rhodesia til Zimbabwe. 93 ára gamli Robert Mugabe varð í gjár koyrdur frá sum formaður í flokkinum Zanu, sum hevur havt valdið øll árini, og fyrrverandi varaforsetin varð valdur til formann. Mugabe koyrdi varaforsetan frá herfyri, og ætlaði at kona hansara, Grace Mugabe, sum er 52 ára gomul, skuldi taka við valdinum eftir seg. Men tað vildi herurin ikki og setti tey bæði í húsavarðhald, og kravdi at forsetin legði frá sær. Eftir røðuna fekk Robert Mugabe at vita, at um hann ikki fer frá sum forseti í seinasta lagi á middegði í dag, so verður eitt ríkisrættarmál reist ímóti honum. Tað er Europeiska kommisiónin, sum hevur tikið stig til at eyðmerkja telefonnummarið 116 111 til barna og ungdómsráðgevingar í øllum Evropa og frá í dag at rokna eisini í Føroyum. Tað er betri ikki at stjórna landinum enn at stjórna illa, segði formaðurin í FDP, Christian Lindner, tá hann fór úr samráðingarhølinum. Hann legði dent á, at tað ikki hevði borið til at fáa álit á Angelu Merkel, samveldiskanslara, og heldur ikki á Grøna flokkinum, sum eisini var við í samráðingunum. Angela Merkel hevur ikki verið so nógv ímóti at fremmandafólk koma til landið, og tað hevur havt við sær, at yvir ein millión fólk eru komin til Týsklands síðani í 2015. Franski forsetin er sannførdur um, at danska Margrethe Vestager er rætta fólkið at standa á odda fyri ES, sigur hann. Hon hevur verið kappingarráðharri í ES síðani í 2014. Juncker hevur boðað frá, at hann ikki heldur fram sum formaður í samveldinum eftir 2019, hóast hann kundi sitið eitt skeið aftrat. Og úr Bruxelles ljóðar, at Macron longu hevur boðað Juncker frá, at hann ynskir Margrethu Vestager sum nýggjan formann. Orsøkin til, at Macron ynskir Vestager sum nýggjan fomann, er, at hon arbeiðir nógv og væl, hon tekur av fullum huga undir við ES, hon er kvinna, og hon hevur eisini gjørt vart seg á fleiri økjum í ES. Men eygleiðarar siga, at hon er við í liberala partinum av ES tinginum, sum bert er triðstørsti bólkurin, og tí er ivasamt um hon kann leita sær undirtøku úr øðrum bólkum. Og harafturat kemur, at hon sum kappingarráðharri hevur ført fleiri sakarmál ímóti stórum fyritøkum sum Apple, og tað hevur fingið øði í polittisku skipanina í londunum har fyritøkurnar eru, eitt nú í Írlandi og Hollandi. Eftir at semingsroyndin millum Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum og Sjúkrarøktarfrøðingafelagið slitnaði, boðað felagið frá, at týsmorgunin verða øll trý sjúkrahúsini løgd lamin. Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur við útvarpið, at hann hevur fingið ábendingar um, at okkurt nýtt er at arbeiða við, sum ikki lá á borðinum, tá partarnir fóru hvør til sítt. Fleiri føroysk met vóru sett, tá kappast var í Powerlifting í Burn Showdown kappingini. Serliga gjørdi Oddur Højgaard vart við seg. Laura Joensen var nonnufrensur. Gekk bæði í barnagarði og skúla hjá nonnunum. Stóð seg væl í skúlanum, men fór úr skúlanum 14 ára gomul. Var í húsi eitt ár, arbeiddi á skrivstovu og var skrivari hjá Eivind Bonnevie í fleiri ár. Laura var í 1961 farin á sjónleikaskeið hjá Eyðuni Johannessen og Havnar Sjónleikafelag. Í 1972 fór Laura til Danmarkar og arbeiddi nøkur ár á ríkissjúkrahúsinum. Seinni fór hon á dramaleiðaraskeið í Herning. Afturkomin fór hon upp í sjónleikabólkin Grímu og framførdi mangar leikir. Tað vísir ein uppgerð, sum blaðið Aftenposten hevur gjørt, í kjalarvørrinum av at sonevndu Pardís skjølini komu undan kavi herfyri. Uppgerðin fevnir ikki um smugling, svart arbeiði og onnur svik, sum verða framd innalands, skrivar blaðið, og tí er nærum ómøguligt at fáa øll tøl á borðið. Blaðið vísir á, at tær 23 milliardirnar, sum svikað verður fyri, kundu lønt 31.600 lærarum um árið, og at missurin fyri hvørt fólk í Noreg er meir enn 6.000 krónur. Í miðal sleppa 3 prosent av fólkinum í skandinavia sær undan at rinda skatt, sigur professarin, Gabriel Zucman, sum starvast við Berkeley universitetið í Kalifornina við svensku tíðindastovuna, TT, sum samstarvar við Aftenposten um Paradís skjølini. Klokkan ellivu leygarkvøldið fóru teir báðir samgonguleiðararnir á fund við Jenis av Rana og Bill Justinussen. Fundurin vardi í umleið tríggjar tímar. Aksel V. Johannesen tekur heldur ikki telefonina fyrrapartin, men umvegis kunningarfólk í Tinganesi fáa vit tey boðini, at løgmaður hevur onga viðmerking til málið. Hesi punkt siga millum annað, at uppboðssøluparturin skal minka munandi, um Miðflokkurin skal vera við til at gera fiskivinnunýskipanina, umframt at reglurnar um antitrust skulu vera munandi linari. Og Miðflokkurin ynskir, at skattafría grundarupphæddin skal fáa frið, og hon skal hækkast til tað støðið, hon var á, áðrenn samgongan lækkaði hana. Afturat hesum vil Miðflokkurin hava ein landsstýrissess og nevndarsess. Og sunnunáttina setti Miðflokkurin fram ynski um ein skattalætta til lág og miðallønt. Kristin Michelsen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, segði við Vágaportalin í gjárkvøldi, at hann undrast á stigið hjá løgmanni at samráðast við Miðflokkin. Samgongan vil ikki samráðast um 1 2 punkt hjá okkum, sum vit eru ósamdir um, men um eini 20 punkt hjá Miðflokkinum. Tað undrar meg og eg standi spyrjandi, sigur Kristin Michelsen við Vágaportalin. Í morgun handaði Føroya Náttúru og Umhvørvisfelag Yvirfriðingarnevndini 1412 undirskriftir ímóti ætlanini at geva loyvi at ala á Víkum í Vágum. Yvirfriðingarnevndin var longu farin úr Havnini at tosa um millum annað alingina á Víkum, so undirskriftirnar vórðu lætnar dómaraskrivstovuni, sigur Theresa Jákupsdóttir, nevndarlimur í FNU Skal landsstýrið fáa løgtingið at forða fyri verkfallinum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, krevjast í fyrsta lagi 17 undirskriftir fyri at fáa málið í tingið, tí tíðarfreistin at leggja fram mál í ár er farin. Skal løgtingið hava fundarboð, er minsta freistin tveir tímar umframt tíðina afturat teimum báðum tímunum, sum tingfólk skulu brúka fyri at koma til Havnar. Hóast løgtingsformaðurin fær áheitan um at kalla tingið saman, avger hann sjálvur, um hann ger tað alt fyri eitt, ella um nakrar dagar. Men í førum sum hesum verður gjørt skjótt av, sigur Páll á Reynatúgvu. Kunngerðin loyvir nú eisini grunninum at geva teimum, sum hava arbeitt í einum peningastovni, sum fer á heysin, frítíðarløn móti at vinna rættin til kravið um pengarrnar móti trotabúnum. Grunnurin játtar pengar til tiltøk, sum útvega lønmóttakarum frítíðarmøguleikar. Nevnast kunnu grindabátar í Vági, frítiðarøkið í Lamba, minnisvarðar og Nesvík. Skjótt fer Tórshavnar býarsavn undir regluligar framsýningar, og tí vil kommunan á tal við borgarar, sum hava áhuga í at mynda og geva sítt íkast til okkara felags býarsavn. In.fo skrivar, at grindin er mist burtur. Sýslumaður, Finnbogi Midjord, sigur við in.fo, at boðini eru, at fólk hava mist grindina burtur. Fyri stuttum frættist, at ein grind varð funnin suður úr Mjóvarnesi. Men nú sigur sýslumaðurin, Finnbogi Midjord, við in.fo , at grindin er mist burtur. Sparingar í heilsuverkinum gera, at ljósmøður jú ikki hava óavmarkaða tíð til barnakonur. Og tíð er júst tað, sum vit hava í Ljósmøðrahúsinum. Hetta skal vera eitt stað, har barnakonur kunnu koma í viðgongutíðini til tær vanligu kanningarnar og eisini aftan á føðing, tá tær hava tørv á hjálp við eitt nú bróstageving og so framvegis, sigur Rannvá Simonsen. Enn ber ikki til at gera skanningar ella at kvinnur eiga í Ljósmøðurhúsinum, tí fyrst og fremst snýr hetta seg um at veita stuðul og geva ráð. Serliga til tær kvinnurnar, ið onkursvegna kenna seg einsamallar. Tað eru nógvar kvinnur í føroyum, sum eru rættiliga einsamallar og hava einki sosialt netverk, og hesar kvinnurnar hava veruliga tørv á at blíva loftaðar og hjálptar, sigur Rannvá Simonsen. Føroya sterkasti maður, Bjarni Nielsen, gjørdist akkurat ov stuttur í strong man kappingini. Fleirfaldi heimsmeistarin Zydrunas Savickas vann síðstu kappingina og tryggjaði sær sigurin. Um seks tíðina í kvøld skrivaðu Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, og Óluva í Gong, forkvinna í felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, undir semju um nýggjan tvey ára sáttmála. Sáttmálin fer at kosta 26 milliónir krónur næstu tvey áirni, ella umleið 10 prosent, men sáttmálin fer ikki at skapa fordømi fyri øll hini feløgini, sum Fíggjarmálaráðið skal gera sáttmála við, sigur Kristina Háfoss. Páll á Reynatúgvu hevur sett ein arbeiðsbólk við trimum fólkum, sum skal endurskoða samsýningarnar hjá løgtingsfólki. Tilmælið skal eftir ætlan verða liðugt í vár. Magnus Dam, sum er formaður í Miðlastuðulsnevndini, veit ikki enn, nær umsøkjarnir fáa svar. Men miðað verður eftir, at tað verður fyrst í desember. Yvirfriðingarnevndin umrøddi í gjár friðingina av økinum á Víkum í Vágum, sum Føroya Náttúru og Umhvorvisfelag hevur biðið nevndina um at friða. Fundurin í gjár var innleiðandi, og Yvirfriðingarnevndin fer nú at fáa fleiri upplýsingar til vega, sum skulu vera grundarlag fyri at taka støðu í málinum. Neyðugt er millum annað at fáa nærri at vita, hvat øki ætlanin er at friða, og tað er eisini neyðugt at fáa at vita, hvør verður raktur, um økið verður friðað. Yvirfriðingarnevndin umrøddi og hugdi at nøkrum málum á ferðini í gjár, upplýsir skrivarin í Yvirfriðingarnevndini, Peter Flúgge. Laksaútflutningurin var næstan tríggjar milliardir krónur tríggjar teir fyrstu ársfjórðingarnar í ár. Tað eru 14 prosent meira enn í fjør. Bill Justinussen, tingmaður hjá Miðflokkinum sigur í morgun, at Jenis av Rana, floksformaður í gjárkvøldið boðaði Akseli V. Johannesen, løgmanni, frá avgerðini, og nú bíðar Miðflokkurin eftir fundarboðum frá løgmanni, sigur hann. Eftir fundin leygarkvøldið, legði Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, dent á, at talan verður um nýggja samgongu, ikki víðkan av verandi samgongu. Hesi punkt siga millum annað, at uppboðssøluparturin skal minka munandi, um Miðflokkurin skal vera við til at gera fiskivinnunýskipanina, umframt at reglurnar um antitrust skulu vera munandi linari. Og Miðflokkurin ynskir, at skattafría grundarupphæddin skal fáa frið, og hon skal hækkast til tað støðið, hon var á, áðrenn samgongan lækkaði hana. Afturat hesum vil Miðflokkurin hava ein landsstýrissess og nevndarsess. Og sunnunáttina setti Miðflokkurin fram ynski um ein skattalætta til lág og miðallønt. Talan er serliga um 33 donsk reiðarí, sum kunnu rokna við at missa 82 av tí, sum tey fiska nú, vísir ein frágreiðing, sum danska fiskivinnan hevur gjørt. Skipini kunnu bøta um ringasta skaðan við at fiska í danska partinum av Norðsjónum, men tað er langt frá nokk til verandi virksemi. Enn samráðast Bretland og ES ikki um fiskirættindi, men roknað verður við, at tær samráðingarnar fara at byrja í vetur. Seinastu nógvu árini hava skip úr øðrum londum fiskað millum 60 og 70 av fiskinum, sum verður fiskaður í bretskum sjógvi. Eitt av krøvunum frá teimum, sum eru fyri brexit, er, at útlendsk skip verða tveitt úr bretskum sajógvi, so bretar aftur fáa valdið í egnum sjógvi. Bretski fiskimálaráðharrin, Michael Gove, hevur annars sagt, at útlendsk skip sleppa at varðveita síni rættindi í bretskum sjógvi eftir eini ella aðrari skipan. Meir vil hann ikki siga í løtuni. Eitt av stóru feløgunum, sum kann missa nógv, er felagið Ruth hjá Gullaki Madsen. Hann hevur eitt bókað virði av fiskirættindum í bretskum sjógvi uppá 543 milliónir krónur, stendur í frágreiðingini. Robert Mugabe tók við sum forseti í landinum Zimbabwe í 1987 eftir at Ian Smith hevði stýrt landinum Rhodesia, seinni Zimbabwe, frá 1964 til 1979. Hvør er hesin Robert Mugabe Sonne Smith, journalistur við uttanríkispolitiki sum sergrein, lýsir her í stuttum hvør Zimbabwiski forsetin er. Elin Henriksen, málkøn, greiðir frá um sagnorð, sum ikki verða brúkt sum tey skulu. Eitt nú at goyma og fjala, at ynskja og ætla og at vilja og verða. Eisini verður komið inn á jólini, sum er fleirtatalsorð og at komið verður í jólahýr. Hetta kann tó gerast um vandi er á ferð, eitt nú lívsvandi, ella stór almenn virði kunnu fara fyri skeyti. Tá kann leggjast uppi við at seinasta semingsuppskotið, sum er lagt fram, kann hevjast upp til lóg, so eitt verkfall kann avblásast. Danskir fiskimenn kunnu missa milliardir av krónum, um Brexit endar við, at donsku skipini ikki longur hava atgongd at fiska í bretskum sjógvi. Talan er serliga um 33 donsk reiðarí, sum kunnu rokna við at missa 82 prosent av tí sum tey fiska nú, vísir ein frágreiðing, sum danska fiskivinnan hevur gjørt. Tað hevur við sær, at umsetningurin fer at lækka úr 700 milliónum krónur niður í 130 milliónir krónur, vísir uppgerðin. Tað kemur serliga illa við, tí kvoturnar eru keyptar við tí fyri eyga, at fiskurin kann fiskast í bretskum sjógvi. Skipini kunnu bøta um ringasta skaðan við at fiska í danska partinum av Norðsjónum, men tað er langt frá nokk til verandi virksemi. Enn samraðast Bretland og ES ikki um fiskirættindi, men roknað verður við, at tær samráðingarnar fara at byrja í vetur. Seinastu nógvu árini hava skip úr øðrum klopndum fiskað millum 60 og 70 prosent av fiskinum sum verður fiskaður í bretskum sjógvi. Eit av krøvunum frá teimum sum eru fyri brexit, er, at útlendsk skip verða tveitt úr bretskum sajógvi, so bretar aftur fáa valdið í egnum sjógvi. Bretski fiskimálaráðharrin, Michael Gove, hevur annars sagt, at útlendsk skip sleppa at varðveita síni rættindi í bretskum sjógvi, effir eini ella aðrari skipan. Meir vil hann ikki siga í løtuni. Av teimum 33 skipunum sum eru í størst vanda fyri at missa sínirættindi, eru 16 úr Thyborøn. Tað fer at merkjast, bæði í sjálvari fiskivinnuni, men eisini hjá øðrum vinnum í býnum, vísir kanningin. Eitt av stóru feløgunum, sum kann missa nógv, er felagið Ruth hjá Gullaki Madsen. Hann hevur eitt bókað virði av fiskirættindum í bretskum sjógvi uppá 543 milliónir krónur, stendur í frágreiðingini. Vit vita ikki, júst hvussu nógvar pengar føroyingar brúka í desember, men vit síggja heilt klárt, at fólk brúka sjálvandi pengar upp á jólagávur, men ein stórur partur av pengunum fer eisini til mat, tí vit gera meira burtur úr matinum heima við hús í jólamánaðinum, og fara vit út til okkurt tiltak, verður onkur matur eisini keyptur. Eisini er tað fyri summi eitt gott hugskot at taka reiðan pening út heldur enn at brúka gjaldskort, tí tá kann tað vera lættari at fylgja við í, hvussu nógvur peningur verður brúktur, tí tú sært heilt ítøkiliga, at peningur verður brúktur, sigur Alice Frederiksberg. Í 2015 samtykti NEAFC at seta arbeiðsbólkar at orða felags leiðreglur fyri strandarlandasamráðingar og, hvussu londini býta uppsjóvarfisk. Eg havi verið til veljarafundir, hongt upp valplakatir, og so havi eg eisini brúkt teir sosialu miðlarnar rættiliga nógv, sigur Sólbjørg Jakobsen, sum er útbúgvin løgfrøðingur. Vikurnar hava verið hektiskar, tí tað hevur verið nógv á skránni. Nógvir fundir, teldupostar og slíkt, so tað verður gott, tá hetta er yvirstaðið. Gott at fáa sindur av friði aftur, sigur Sólbjørg Jakobsen. Tað brýtur enn í bæði borð hjá samgonguni, nú 21. november er, og meirluti framvegis ikki er fyri politikkinum hjá samgonguni sjálvari. Eingin boð eru komin um, at suðuroyartingmenninir hjá samgonguni hava broytt støðu og kunnu taka undir við fiskivinnunýskipanini, og samgongan er heldur ikki komin á mál við at fáa Miðflokkinum umborð at stuðla samgonguni. Aksel V. Johannesen, løgmaður er ikki tilreiðar at gera samrøðu um politisku støðuna í løtuni, men skrivar í stuttari viðmerking soleiðis til útvarpið Vit hava eitt samgongugrundarlag, sum vit halda okkum til. Vit hava eina avbjóðing um fiskivinnunýskipanina, sum vit av øllum alvi royna at mýkja í samgonguni. Vit hava eisini avtalur við aðrar partar, sum samgongan ætlar at halda. Vit samskifta í løtuni við Miðflokkin um møguligt samstarv. Eftir ætlan fara vit á fund við Miðflokkin aftur í kvøld . Sunnunáttina vóru tingingar millum Jenis av Rana og Bill Justinussen úr Miðflokkinum øðrumegin og Aksel V. Johannesen og Høgna Hoydal hinumegin. Poul Michelsen var tá uttanlands, men gjørdi sunnudagin greitt, at samgongan hevur gjørt avtalur við Sjálvsstýri um bæði fíggjarlóg og pensjónsnýskipan og at hesar avtalur ætlar hann sær at halda. Í skrivligu boðunum frá løgmanni fyri løtu síðani váttar løgmaður, at avtalurnar við aðrar partar , sum hann nevnir tað, ja, tær ætlar samgongan at halda. Verður hugt at teimum átjan punktunum, sum Miðflokkurin hevur havt við sær til samgongusamráðingarnar sí undir greinini , ber til at siga, at Miðflokkurin ikki skal rokna við at fáa grundarupphæddina í fólkapensjónini hækkaða aftur. Samgongan hevur gjørt avtalu við Sjálvstýri um nýskipan av pensjónsøkinum, og ynskið hjá Miðflokkinum um at hækka grundarupphæddina aftur gongur ímóti henni, og tí kann samgongan ikki ganga Miðflokkinum á møti og samstundis halda avtaluna við Sjálvstýri. Eisini hevur samgongan gjørt avtalu við Sjálvstýri um fíggjarlógina. Fleiri av ynskjunum hjá Miðflokkinum krevja broytingar í uppskotinum um fíggjarlóg. M.a. um landið skal seta pengar av til innkoyringarveg báðumegin Eysturoyartunnilin. Og so er tað býtisbarnið tann so nógv umrødda fiskivinnunýskipanin, sum hevur elvt til, at Javnaðarflokkurin er farin í tvíningar. Á ynskislistanum hjá Miðflokkinum stendur, at uppskotið skal takast úr Vinnunevndini til framhaldandi viðgerð, og at annað uppskot hjá Miðflokkinum um at leingja galdandi fiskivinnuskipan í eitt ár ella tvey skal samtykkjast. Men Aksel V. Johannesen, løgmaður kann ikki bara skrúva lokið av køkudósini. Tí hinir samgonguflokkarnir hava eisini síni hjartamál og mørk. Viðvíkjandi ynskinum hjá Miðflokkinum um at leingja galdandi fiskivinnuskipan, ja, so varð Høgni Hoydal, spurdur um júst tað í løgtinginum í februar. Og hann lat tá ongan iva vera um, hvørja støðu hann sum landsstýrismaður á økinum hevur til tann spurningin Tann heimildin, sum er í lógini í grein 7, at landsstýrismaðurin kann leingja tað við at gera reglur, tað ætli eg mær ikki at gera . Landsstýrisfólk Miðflokkurin fær, eins og hinir samgonguflokkarnir, møguleika frá byrjan at verða við at velja landsstýrisfólk í eini nýggjari samgongu. Fiskivinnunýskipanin verður tikin úr vinnunevndini til framhaldandi viðgerð og uppskotið hjá Miðflokkinum, sum liggur í vinnunevndini, at leingja verandi skipan í eitt tvey ár, verður samtykt. Pensjónsnýskipanin Miðflokkurin sleppur at seta síni fingramerki á pensjónsnýskipanina. Flokkurin ynskir millum annað, at skattafría grundarupphæddin fær frið og at hendan verður hækkað til tað støðið, hon var á, áðrenn núverandi samgonga lækkaði hana. Fosturtøkulógin Munandi átøk mugu gerast fyri at minka um talið á fosturtøkum. Allur hugsandi stuðul, fíggjarligur, sosialur og heilsuligur, má veitast trongstøddum familjum, sum eru komin í ta støðu, at tey umhugsa fosturtøku. Stuðulin má veitast frá áðrenn barnið er føtt og so leingi foreldrini kvinnan hevur tørv á tí. Bústaðartrupulleikin Bústaðarpolitikkurin má endurskoðast, so vit skjótast fáa gjørt munagóð átøk á bústaðarmarknaðinum, til bata fyri barna og aðrar fíggjarliga sperdar familjur. Í hesum sambandi mugu Bústaðir eftirmetast og endurskoðast fyri at kunna fremja ein meira virknan bústaðarpolitikk. Tunnlar norður um fjall Samgongan fer sum skjótast undir at seta tunnilsuppskotið, sum NUMO hevur gjørt fyri kommunurnar norðan Fjall, í verk. Medicinskt Kannabis Føroyar og føroyingar verða partur av komandi uppskotinum um royndarætlan við medisinskum kannabis, sum ætalnin er at samtykkja í Fólkatinginum áðrenn ársskiftið. Stjórnarskipanin Nágreinast skal, at landið byggir á kristnan grundvøll og at øll hava rætt til lív, frá gitnað til nátúrligt andlát. Semjan, sum sjúkrarøktarfrøðingarnir gjørdu í gjár, er slóðbrótandi, og vísur, at tað ber til at broyta karmin fyri sáttmálasamráðingunum, og at fáa munandi betri sømdir. Formaðurin er tó ikki so avgjørdur um, í hvøn mun sáttmálin fær týdning. Pedagogfelagið vónar, at fáa fundarboð frá Fíggjarmálaráðnum í hesi vikuni. Grundlønin og endalønin hjá námsfrøðingum líkist rættiliga nógv ella er eitt vet lægri enn grundlønin og endalønin hjá sjúkrarøktarfrøðingunum var. Men Jógvan Philbrow vísur tó á, at tað eru fleiri viðurskifti sum eru ymisk millum sjúkrarøktarfrøíngarni og námsfrøðingarni, og tí er útgangstøði at samráðast eisini ørðvísi. Kristina Háfoss segði við Kringvarpið í gjár, at hetta er fyrsta stigið, at rætta ein skeivleika í lønarmuninum millum ymsar fakbólkar, og at fleiri fakbólkar, sum hava eina óhóskandi løn, hava tørv á einum lønarlyfti millum annað námsfrøðingarni. Teir hægst løntu fakbólkarnir kunnu tó ikki vænta eina líka stóra lønarhækking, sum sjúkrarøktarfrøðingar. Námsfrøðingarnir fara eins og sjúkrarøktarfrøðingarnir til samráðingar við tí áskoðan, at skeivleikin í lønunum millum ymsar fakbólkar skal rættast, sigur Jógvan Philbrow. Í gjár var tvey ára sáttmálin millum Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjamálaráðið undirskrivaður. Og eftir togvið stríð varð semja loksins funnin millum partarnar og hetta var ein semja, sum Óluva í Gong, forkvinna í felagnum, var nøgd við. Eg haldi, at báðir partar kunnu verða vælnøgdir við hesa her avtaluna. Tað hava verið óalmindiliga harðar samráðingar frá báðum partum, men eg haldi at úrslitið talar fyri seg. Eg haldi, vit eiga at vera glað fyri úrslitið, segði hon. Semingsuppskotið í gjárkvøldið varð undirskrivað til ein nýggjan sáttmála, har ein nýggj lønartalva er galdandi. Ein lønartalva sum hevur bæði hægri byrjanarløn og hægri endaløn. Tað ber við sær, at spennið millum nýútbúna sjúkrarøktarfrøðingin og leiðararan er longri tað vil siga, at møguleikin fyri at fara upp í løn er størri. Um vit taka støðuna her og nú fáa flestu sjúkrarøktarfrøðingar áleið millum 1000 og 1500 krónur meira í løn. Men tað er serliga endalønin, ið er hækkað nógv. Hon er farin frá áleið 29.000 til 34.000 krónur. Áðrenn var endalønin áleið 28.814 krónur fyri sjúkrarøktarfrøðingar eftir gomlu útbúgvingini og 29.600 fyri bachelorarnar. Hetta er ein hækking á umleið 5000 kr Eisini eru viðbøturnar hjá leiðarum tiknar burtur, men heldur lagdar inn í grundlønina, sum sostatt hækkar. Harafturat geva viðbøturnar eisini rætt til eftirløn. Tað vil siga, at nýútbúni sjúkrarøktarfrøðingurin, sum fyrr tjenti áleið 25.200 krónur, nú tjenar 26.500 krónur. Hetta er ein lønarhækking uppá næstan 1300 krónur um mánaðin. Sáttmálin kostar fíggjarmálaráðnum í samlaðu lønarútreiðslum 250 milliónir og júst hækkingin kostar umleið 13 milliónir í øktum lønarútreiðslum fyrsta árið og annað árið 13 milliónir afturat í miðal. Má bara siga sum er At fáa Miðflokkin inn í samgonguna hóvar mær illa. Virðisgrundarlagið sampakkar ikki við politikkin hjá hesi samgonguni og hesum samgonguflokkunum. Leggið handan bóltin deyðan og roynið loysnina innanveggja. Alt ber ikki til í politikki 15. august 1987 flutti tá 23 ára gamlii runavíkingurin, Óli Poulsen til Danmarkar. Dreymur hansara var at liva av at framleiða og spæla tónleik, og dreymurin gjørdist veruleiki. Seinastu tríati árini hevur Óli livað og virka í dreymastarvi sínum, men summarið er farið at halla, og undgómsins sorgloysið verður so við og við avloyst av lívsins álvarsemi, har ein millum annað brádliga varnast, at tað er ein sjálvur, ið stendur á fremstu rók í lívinum, tá foreldrini eru farin. Hetta er ein sending um uppvøkstur, biltúrar í áttatiárunum, disiplin, um sjólátnar føroyingar, um lívsvitni, um Danmark og um Føroyar, um mál og mentan, um vinarløg, um at verða maður, um at vera menniskja, um lívsins meining og um at verða ljós og kærleiki har ein er, tá ein er har. Tónleikurin, ið spældur varð í sendingini var tónleikur av útgávum, Óli Poulsen hevur framleitt og verði við til at skriva og spæla Vónir, Óli og Judy Heystið Frændur , 80 ini Til tey stressaðu og Dupultsong 200, Viva La Republica Musclemanblað Blátt, Til allar vinir Til allar vinir og Tú brennur so í mær Eg, Robert Gabriel Mugabe, sambært grein 96 í simbabvisku grundlógini, gevi við hesum boð um at verða loystur úr embætinum beinanvegin, skrivar Mugabe í brævi til parlamentið. Nógv bera myndir av landsins herleiðara, Constantino Chiwnega, og eisini av nýliga frákoyrda varaforsetanum, Emmerson Mnangagwa, skrivar Ritzau. Hvat er eitt ordiligt mannfólk, og hvørjar avbjóðingar hava menn Vit hitta Kenneth Reineche, ið er lektari í mannfólkagransking á Roskilde Universiteti. Hvat eyðkennir føroyska mannin í dag, og hvør er leikluturin hjá føroyska manninum í seinmodernaða samfelagnum Firouz Gaini, mannfrøðingur, hevur granskað í hesum evni. Vit fáa eisini vitjan av Ólavi Ellefsen, ið er íverksetari og formaður í javnstøðunevndini, og Helga Rasmussen, sálarfrøðingi, ið fara at skifta orð um tað at vera maður í dag. Í hvønn mun er samleikin tengdur at klæðunum, og hvat ger tað við menn, at tað er kvinnan, sum avgerð hvørji klæðir hann skal í Katrina í Geil, designari, fer at svara hesum spurningum miðskeiðis í sendingini. Tað er ein sannroynd, at menn liva styttri enn kvinnur. Men hvussu eru menn fyri, tá talan er um sjúku og heilsu Pál Weihe, granskari og fyrrverandi formaður í Fólkaheilsuráðnum, vitjar um runda borðið. Teir eru javngamlir og hava gingið í sama flokki í fólkaskúlanum, men í aðrar mátar minna teir eftir øllum at døma ikki um hvønn annan. Vit fáa vitjan av Bjarna Nielsen, ið er Føroya sterkasti maður, og Mike Viderø, ið er sjónleikari og sangari. Í sendingini løgdu vit út við spurninginum Hvat er ein rættur maður Vit hava spurt okkara kvinnuligu starvsfelagar, og teirra svar hoyra vit um eina løtu. Og tað vóru eisini fleiri, sum nýttu høvi at siga sína hugsan um rætta mannin. Tað hoyra vit meira um, tá sendingin er hálvrunnin. Tú kanst hoyra sendingina her Miðflokkurin boðaði í gjárkvøldið samgonguni frá, at hann hevði fingið grønt ljós frá baklandinum um at fara víðari í samráðingunum, sum hava verið seinastu tíðina Úr søgu føroyinga í Íslandi 3 3 Fleiri ungfólk rýma nú aftur til Íslands undan arbeiðsloysinum heima í Føroyum. Enn er nógv arbeiði á fleiri flakavirkjum, og boð eru eftir føroyingum at koma við íslendskum fiskiskipum. Men íslendingar eru eisini farnir at merkja fiskivinnukreppuna, og øll eru ikki glað fyri, at føroyingar koma til Íslands at arbeiða. Stevið hjá samgonguni millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn hevur verið tungt. Ilt hevur verið at funnið semju um stór politisk mál eitt nú fiskivinnunýskipanina. Tað eru serliga tinglimirnir úr Javnaðarflokkinum Bjarni Hammer og Kristin Michelsen, ið hava verið tungir at dansað við. Teir báðir taka ikki undir við fiskivinnunýskipanini, soleiðis sum hon sær út nú. Formenninir í samgonguni hava tí roynt at funnið aðrar loysnir, har teir seinastu tíðina hava samráðst við Jenisi av Rana og Bill Justinunssen úr Miðflokkinum. Vit í Miðflokkinum hava eftirmett samráðingarfundin og eru samd um at boða Akseli V. Johannesen, løgmanni, frá, at grundarlag er ikki fyri at halda fram, og at tað sostatt ikki verður nøkur nýggj samgonga skipað við Miðflokkin, sigur Jenis a Rana. Miðflokkurin kravdi eisini nógv frá samgonguni, um teir skuldu gerast ein partur av henni. Eitt nú ynsktu teir at broyta grundleggjandi viðurskifti í fiskivinnunýskipanini, har teir vildu hækka anti trust markið, og harafturat vóru teir ikki so heitir fyri uppboðssølu. Eisini vildu teir seta sítt fingramerki á stjórnarskipanaruppskotið, har teir vildu, at ófødda barnið skuldi verða vart í uppskotinum. Broytingin av hjúnabandslógini vildu teir eisini hava út til fólkaatkvøðu. Hesi ynski hava víst seg at verið ov langt frá tí, sum samgongan vil, og tískil slitnaðu samráðingarnar í nátt. Samgongan er enn ikki heilskapað. Hon manglar enn tinglimir afturat sær, soleiðis hon fær talt upp í 17, tá fleiri av teimum stóru málunum hjá samgonguni, so sum fiskivinnunýskipanin, skulu atkvøðast um. Fotografar sendu út myndir frá Srebrenica, har Ratko Mladic býtti út bomm til muslimsk børn, og vissaði um, at eingin hevði nakað at óttast. Men tá upptøkutólini vórðu sløkt, broyttist andlitsbráð hansara, og hann gav hermonnum sínum boð um at taka menn og dreingir og koyra teir í bussar, og síðani vórðu teirr fluttir til sítt avrættingarstað. Fólkadrápið verður hildið at vera tað grovasta í Evropa síðani Seinna Heimsbardaga, og tað er haðani, at Mladic hevur fingið eyknevnið Bosniski slaktarin og Bøðilin . Hann var nærum einaráðandi í herinum. Í Bosnia var mannagongdin, at eingi gjørdi nakað uttan at Mladic hevði góðkent tað, sigur Bo Pellnæs, trygdarpolitiskur viðmerkjari og ST umboð í Balkan fyrst í 1990 unum. Tað sigur hann við Yle. Pellnæs hevur hitt Mladic einar 10 ferðir í sambandi við samráðingar, og hann minnist Mladic sum ein bosniskan leiðara, sum bara gjørdist ótespiligari fyri hvørja ferð. Rættarmálið í Altjóða brotsmanna dómstólinum fyri Jugoslavia fevnir um 11 ákærupunt, sum millum annað snúgva seg um fólkadráp, krígsbrotsverk og brot móti mannaættini. Umframt fólkadráp í Srebrenica, er Mladic ákærdur fyri at hava týðandi leiklut í kringsetingini av Sarajevo, sum vardi í 44 mánaðir, og har umleið 10 túsund fólk vórðu dripin. Dómurin verður kunngjørdur nú fyrrapartin, men verjin hjá Mladic hevur roynt at útsett hetta, tí heilsan hjá 75 ára gamla Ratko Mladic er farin at bila. Men tað fekk verjin ikki viðhald í. Mladic verður dømdur. Hann var á staðnum og gav boðini. Rættargongdin sendir út tíðandi boðskap til allar partar, at tú í verður dømdur, um tú fremur slíkar ræðuleikar, sigur Pellnæs. Javnaðarflokkurin fær stóra afturgongd, og fer úr 25,1 prosentum á seinasta vali niður á 15,4 prosent. Flokkurin fekk á seinasta vali 8 tingfólk, men fer, sambært kanningini, niður á 5 tingsessir. Tjóðveldi hevur eisini afturgongd, og missur ein tinglim. Framsókn fær tríggjar tinglimir, sum er ein meira enn flokkurin hevur í dag. Hon er eitt nú kend úr bólkunum Swan Lee og The Storm, og fleiri minnast hanna eisini sum eina av X Factor dómarunum í 2010 og 2011. Nú frost er í jørðini, kann verða trupult hjá fuglunum at finna føði, og tí er tað umráðandi, at vit geva teimum okkurt gott at eta og vatn at drekka, sigur Silas Olofson við morgunsendingina. Klokkan 13.00 í dag savnar Aksel V. Johannesen Javnaðarflokkin á Gamla Apoteki at gera støðuna upp, eftir at samgongan í fleiri vikur hevur verið í trupulleikum orsakað av ósemju innanfloks um fiskivinnunýskipanina. Seint í gjárkvøldið varð greitt, at samgongan ikki megnar at styrkja seg við atkvøðunum hjá Miðflokkinum, tí samráðingarnar um samstarv við Miðflokkin endaðu úrslitaleysar. Spurningurin nú er, um uppskotið um nýskipan kann broytast, so at Javnaðarflokkurin kann standa saman um hana, um til ber at dyrgja eftir øðrum flokkum at stuðla uppskotið, ella um Aksel V. Johannesen noyðist at staðfesta, at tað ikki ber til hjá honum at fáa meirluta í tinginum fyri fiskivinnupolitikkinum hjá samgonguni. Nýggja skipið, sum JFK sigur seg hava ætlan um at byggja til at fiska í Barentshavinum, fer ikki at hava eina krónu eftir til veiðigjaldið, tí skipið verður rikið við undirskoti. JFK mælir tí til ikki at áleggja vinnuni gjøld, sum gera tað ómøguligt at standa í móti sveiggjum í fiskivinnuni og harafturat forða fyri, at til ber at endurnýggja flotan. JFK vísir eisini á, at í viðmerkingunum um lógaruppskotið sigur landsstýrið seg vænta, at fleiri skip verða leigað, tá nýggja lógin um fiskivinnuna er komin í gildi. Tað kann ikki vera rætt, at fiskivinnutjóðin Føroyar í framtíðini skal seta sítt álit á, at tilvildarlig útlendsk skip skulu leigast inn í føroyska fiskiflotan, sigur felagið. Fíggjareftirlitið gav í summar Suðuroyar sparikassa boð um at styrkja kredittstýring sína við at skjalprógva betur fíggjarstøðuna hjá viðskiftafólkunum og gera ætlanir um, hvussu viðskiftafólk, sum eru illa fyri, skulu loftast. Harafturat fekk sparikassin millum annað boð um at betra stýringina av váðanum, sum sparikassin tekur á seg, og nevndin varð biðin um at gera arbeiðið hjá sær betur. Fíggjareftirlitið var nøgt við solvens prosentið hjá Suðuroyar sparikassa. Gjaldførið er í lagi og nóg gott til at lofta váðunum hjá sparikassanum. Fyrr var Suðuroyar sparikassi størstur í Suðuroynni. Men seinastu árini hevur vøksturin verið í Havn og kommununum uttan um Havnina. Sum 16 ára gamal fór hann í læru á sjúkrahúsinum og hevur seinastu 45 árini starvast innan sjúkrahúsverkið. Síðan 1. september í ár hevur Ronnie Midjord verið settur stjóri á Landssjúkrahúsinum. Tað er einasta grundgevingin, sum er í skjølunum hjá Tórshavnar kommuna um hendingina herfyri, tá Mikael Viderø, tekniskur stjóri, gavst at arbeiða fyri kommununa. Í brævi til Mikael Viderø sigur Bjørgfríð Ludvig, kommunustjóri, at leiðslan hjá kommununi ivast í, um hann er egnaður at vera tekniskur stjóri hjá kommununi. Mikael Viderø eigur eisini frítíð til góðar, so Tórshavnar kommunu rindar honum løn, eftirløn og frítíðarløn til 1.oktober næsta ár. Anja Helen Holtze úr Skopun var ein av teimum, sum varð vald í býráðið fyri í Ballerup Kommunu á kommunuvalinum í Danmark í gjár. Hon fekk 217 persónligar atkvøður og kom inn sum nummar 12 á listanum hjá Sosialdemokratunum. Fyrst og fremst fer Anja eftir einum nevndarsessi, ið gevur henni møguleika at arbeiða við børn og ungum, tí hetta er hennara aðalmál Mínir høvðusførleikar eru at arbeiða børnum og ungum og syrgja fyri, at tey fáa eina útbúgving. So eg fari satsa uppá tað, og um tað verður ov ringt at fáa tann postin, so fari eg eftir at skapa betri umstøður fyri ítróttin og betra um frítríðarlívið, og at mentanarlívið kann blomstra eitt sindur meira, sigur ein sera fegin Anja Holtze og greiðir frá, at hon hevur arbeitt miðvíst í langa tíð. Eg havi konsentererað meg um at tosa við fólk, fara út og banka uppá hurðar og siga góðan dag. Bara presentera meg sjálvan og byggja relatiónir. 48.000 fólk búgva í Ballerup Kommunu, har Sosialdemokratarnir søguliga hava staðið sterkir. Sosialdemokratarnir fingu 16 sessir í býráðnum í Ballerup, tað er ein meira, enn tey høvdu frammanundan. Tilsamans 25 sessir eru í býráðnum. Dia tekur við eftir Scott Harrigton, ið segði seg úr sessinum sum høvuðsvenjari í september, tí hann tók av tilboði sum venjari hjá kinesiska kvinnulandsliðnum. Sophus Dal Christiansen hevur verið virkandi hjálparvenjari síðan tíðliga í heyst. Í sendingini spæla vit jazztónleik úr USA, sum gongur fyri at vera slóðbrótandi í dag. Vit tosa um nýggja ættarliðið í heimsjazzi. Umframt tað ferðast vit til ymisk lond, har vit royna at finna útav, hvat jazzur er fyri eitt hugtak í viðkomandi londum, og í hvønn mun, ávirkanin úr vesturheiminum sum heild hevur rakt londini eystanfyri. Tónleikurin í sendingini fevnir um løg frá USA, Kina, India, Pakistan, India, Iran, Theilandi og Hollandi. Tónleikurin er frá tíðarskeiðinum 2008 2017. Playlistin var hesin. Dokumentarfilmurin Ámæli lýsir samanrenningina millum siðbundna og nútímans samfelagið í Føroyum gjøgnum eyguni á trimum ungum monnum. Eitt summmar fylgdi dokumentarliðið Høgna Joensen, ið er sjómaður, Esbirni Patursson, lívfrøðingi og veiðimanni, og Benjamini Petersen, tónleikara. Vit eru á landgrunninum og fiska, á tónleikafestivali, á ólavsøku og ikki minst í grindadrápi. Og tað er júst grindadrápið, filmurin miðsavnar seg um. Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi sita framvegis á hvør sínum fundi á gamla Apoteki. Flokkarnir fóru á innanhýsis fund seinnapartin um politisku kreppuna. Vit frætta tað nýggjasta um politisku kreppuna í tíðindum klokkan 18. Hví skulu vit hava bókadagar Tað fer Beinta Johannesen at siga okkum og mangt annað, sum børnini kunnu takast við í Norðurlandahúsinum. Samgongan stendur aftanfyri uppskotið um uppskotið um fiskivinnunýskipanina við 17 atkvøðum. Tað gjørdi Aksel V. Johannesen, løgmaður, greitt eftir at Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi hava fundast seinnapartin um kreppuna í samgonguni. Vinnunevndin fer at arbeiða við álitinum til uppskotið, og broytingar fara at verða gjørdar, men hvørjar broytingarnar verða, vildi Aksel V. Johannesen, løgmaður, ikki siga. Tá álitið kemur fram, so stendur samgongan aftanfyri tað , segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, í útvarpinum í kvøld Vøluspá er eitt hitt fremsta fornnorrøna kvæðið í Eldru Eddu. Og nú hevur Heðin M. Klein umsett verkið til føroyskt. Vit hitta Heðin um runda borðið um eina løtu. 31. mai var vinnarin av stóru útvarpsleikritakapping kringvarpsins avdúkaður, og sunnukvøldið verður høvi at hoyra spildurnýggja leikin. Vit fara at fregnast um leikin og hvussu leikurin er gjørdur. Í farnu viku hittu vit Eilif Samuelsen, sum farnu árini hevur umsett fleiri stórverk til føroyskt, og sum júst nú hevur latið stórverk Thomas Moore, Utopia, í føroyskan málbúna. Ivan Hentze Niclasen tosar um stórbæra verkið. Sangir kunnu fáa stóran søguligan týdning, og fleiri sangir verða eisini bannaðir. Á plátuni Unsongs hevur norski sangarin Moddi sett saman eina spennandi plátu við 12 sangum, sum, í fleiri londum, hava verið bannaðir. Vit skifta orð við Moddi, sum í næstum hevur tríggjar konsertir í Føroyum. Fyrsta konsertin verður í Norðurlandahúsinum sunnukvøldið 26. november, onnur konsertin verður í Spaniastovu í Klaksvík mánakvøldið 27. november, og triðja konsertin verður í Listastovuni í Miðvági týskvøldið 28. november. Og Bókadagarnir nærkast í hvørjum, og vit frætta frá Trygva Danielsen, Kim Simonsen og Vónbjørt Vang. Tú kanst hoyra sendingina her Sambært PST er óvissan í hesum máli í høvuðsheitinum greidd gjøgnum kanningararbeiði, og eingin ábending er um, at aðrir persónar vóru við í hendingini. PST hevur heldur ikki funnið prógv fyri, at maðurin hevði samband við yvirgangsálopið í Stokkholm, men at hann fekk íblástur haðani. Islamskur Statur hevur nýtt rutur hjá flóttafólkum til at fáa operatørar inn í Evropa. Tað verður áhaldandi avbjóðing fyri øll lond í Evropa, sama á hvørjum hóttanarstigi hvørt einstakt land er á, stendur í fráboðanini til fjølmiðlar. Síðani fyrra viðgerðin var 26.oktober, er inntøkumetingin hækkað góðar 7,8 milliónir krónur, millum annað tí, at roknað er við meira í skatti. Men nøkur ivamál gjørdu, at Almannaverkið noyddist at taka við aftur og gera nýggjar skipanir, sum líkjast teimum, kommunurnar bjóða. Tað sigur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, í svari til Magnus Rasmussen, løgtingsmann, sum spurdi um tilboð til røktarsjúklingar og rørslutarnað undir 67 ár. Almannaverkið hevur boðið øllum kommunalum samstørvum um eldrarøkt og heimarøkt at keypa búpláss. Fólk, sum hava rørslutarn ella eru røktarsjúklingar, og sum Markamóts nevndini sigur hava rætt til tilboð frá Almannaverkinum, fáa tí eitt tilboð, har Almannaverkið hevur eitt pláss tøkt. Var hendan uppgávan hjá kommununum, kundu fólk oftari fingið tilboð um pláss tætt við, har tey annars búgva, stendur í svarinum úr Almannaráðnum. Býráðið í Havn samtykti í gjárkvøldið at gera heildarætlan fyri Glyvursnes, so grótbrotini og aðrar verkætlaninir hjá kommununi eru tiknar við í ætlanini um golfvøllin. Kommunulæknatrotið sæst um allar Føroyar, men tað er serliga í Tórshavn og Norðoyggjum, at trupulleikin er stórur. Her skal borgarin bíða leingi at sleppa fremat. Mangulin av kommunulæknan ávirkar eisini pengakassin hjá Heilsutryd, tí avloysarir eru dýrari. Tað staðfestir Egil á Bø, stjóri í Heilsutrygd Teri skulu ferðast til føroyar, og tað betala vit. Vit skulu betala til vikarfyritøkuna, sum fær sambandi í lag. Tað eru pengar, sum koma afturat, tá tað er ein avloysari, og tað er tað, sum ger tað dýrari. Ein av høvuðsorsøkunum er, at tað ikki er serliga hugaligt at arbeiða sum kommunulækni í Havn, tí tað er ov nógvir sjúklingar per lækna. Nógvar viðtalur eru stórar, og tað vísir seg at vera trupult at manna hesar, sigur Egil á Bø. Tískil noyðast kommunulæknar í eitt nú Tórshavn at átaka sær aðrar uppgávur, sum liggja uttan fyri teirra øki. Men tann, sum líður mest av kommunulæknatrotinum, er borgarin, staðfestir stjórin í Heilsutrygd. Tá Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður stutt fyri ólavsøku breyt arbeiðið hjá løgtinginum av og sendi tingfólk í summarfrí, gjørdist trupulleikin hjá samgonguni við fiskivinnunýskipanini størri, enn hann annars var frammanundan. Um løgtingið ikki klárar at avgreiða tað áðrenn Ólavsøku, so er tað ósikkurt, um man klárar at avgreiða fiskivinnunýskipanina áðrenn árið er úti, tí tú rennur teg í onnur ting í seinni helvt av tingárinum, enn tú gert í fyrru helvt, sigur Ragnar Árnason Joensen og sipar til, at mál sum pensjónnýskipan og fíggjarlógviðgerðir skulu avgreiðast, áðrenn árið er liðugt. Ragnar Árnason Joensen heldur, at aktuelli stríðspurningurin meira enn nakað annað snýr seg um stóra tvídráttin millum miðstaðarøkið og útjaðaran. Vit tosa ofta um vinstra og høgra, um loysing og samband, men alt for sjáldan um útjaðara og miðstað. Vargarnir eru typisk teir samgongupolitikarir, sum hava sínar røtir uttan fyri miðstaðarøki, sigur hann. Man plagar at siga, at man skal hava tey ópopuleru málini avgreidd nokk so tíðliga. Nú byrja vit at koma í helvt, og man hevur enn ikki avgreitt kanska tað mest umtalaða evni ella tað, sum man fór til val uppá, sigur Ragnar Árason Joensen. Avbjóðingin hjá so smølum samgongum sum hesari er ein long balansugongd, sigur hann. Tí ein semja við Miðflokkin kann til dømis kosta honum dýrt, um hetta merkir, at onkur aðrir tinglimir bakka út. Tað snýr seg allatíð at telja upp í 17, og tað er tað, sum er trupulleikin, tí løgmaður hevur 16 Sonju, sum allatíð liggur sum ein hóttan. Tað gekk ordiliga væl, og fólkini tóku væl ímóti okkum. Longu nú hevur onkur vent sær til okkum fyri at tosa um møguligt samstarv, plátusáttmála og so framvegis, so hetta er spennandi, sigur Pætur Joensen, sum er forsangari í bólkinum. Skulu dagsins menn binda, ella skulu teir duga væl við amboðum. Klokkan 19 í kvøld verður hetta evnið tikið upp á Strondum tá tiltak verður, sum bert er fyri vaksnar menn. Nógvar avgerðir skulu takast í Løgtinginum í hesum árinum, men enn eru tað nøkur kjarnumál, sum ikki eru loyst, sum liggja sum ein forðing, áðrenn onnur mál kunnu loysast. Hetta kann elva til at nýval verður útskrivað longu í januarmánað, heldur Ragnar Árnason Joensen, lærari á Glasi, sum er í útvarpsstovuni og greinar politisku støðuna í løtuni Akut Assurandør er ein, sum hjálpir teimum avvarandi, tá onkur í familiuni er deyður og jarðarferðin skal fyriskipast. Nógv er at hugsa um í tílíkum støðum, frá kistu, til at gera tann deyða kláran at fáa í kistuna, blómur, og sangir. Eisini kann ein akut assurandør vegleiða um arvaspurningar stinga seg upp, sigur Harald Símunarson Hansen. Morgunsendingin var og vitjaði til eina venjing hjá Caf Gløgg. Fólkini handan Caf Gløgg eru Hans Tórgarð og Hans Pauli Tórgarð, Gunnvá Zachariasen og Mariann Hansen og Magnus Johannessen Fýra floksformenn umboða samgongu og andstøðu, tá Høgni Hoydal úr Tjóðveldi, Poul Michelsen úr Framsókn, Bárður á Steig Nielsen úr Sambandsflokkinum, og Jørgen Niclasen úr Fólkaflokkinum manna runda borðið. Javnaðarflokkurin stendur seg ikki væl í nýggjastu veljarakanningini, og tað hevur eisini verið ein avbjóðing at fáa tingmanningina at standa saman. Vit skifta orð við Helenu Dam á Neystabø, forkvinnu í tingbólki Javnaðarflokksins, um innanhýsis støðuna. Fólk eru ósamd á máli, tá talan er um fiskivinnunýskipanina. Men at málið er fløkt, halda tey flestu. Fyrst í seinna tímanum fara vit saman við Rógva Olavson, sosiologi, at lýsa høvuðsendamálini við fiskivinnunýskipanini. Eygleiðingin er fastur táttur hósdag. Og í dagsins Eygleiðing fara Hallbera West, stjórnmálafrøðingur, og Uni Arge, journalistur, at greina politisku støðuna. Tú kanst hoyra sendingina her Vinnunevndin ger eina roynd at fáa semju, men broytingar mugu gerast, skal øll samgongan taka undir við málinum, og tað verður ikki bara sum at siga tað Tað hevur við sær, at tað er sera torført hjá nógvum borgarum at fáa tíð hjá kommunulækna, og tað er alt annað enn nøktandi, heldur Guðrum Johansen, sum ongan fastan kommunulækna hevur. Tey 225 fólkini í Havn, sum ikki hava kommunulækna, kunnu venda sær til aðrar kommunulæknar, og samstundis roynir Heilsutrygd at manna størvini, sum ikki eru sett. Samgongan hevur litið upp í hendurnar á Bjørt Samuelsen, forkvinnu í Vinnunevndina, um at skriva eitt álit, sum minst 17 tingfólk kunnu atkvøða fyri. Tað hevur verið hart bæði kroppsliga og sálarliga, men skaðin hevur lært meg nógv um meg sjálvan, sigur føroyski hondbóltsspælarin, sum fegnast um, at hann aftur sleppur at gera tað, sum honum dámar best. Ein stórur partur av fongsulsrevsingini 12 mánaðir er tó treytaður. Kona Claus Moffe Nielsen og tvey hjálparfólk fingu ávikavist seks og fimm mánaðir treytaða fongsulsrevsing. Málið móti Claus Moffe Nielsen er higartil størsta málið í Danmark um ólógliga sølu av cannabis olju. Hann er dømdur fyri at hava keypt 92 kilo av marjuana til at framleiða 6,7 litrar av cannabis olju og 52.000 sjokuláta bomm, sum hann hevur selt gjøgnum eina heimasíðu. Nógv fólk royna at fáa hendur á cannabis, tí tey meta hetta hava linnandi ávirkan á pínu og ymiskar sjúkur, millum annað sklerosu og krabbamein. Moddi hevur konsert í Norðurlandahúsinum sunnukvøldið 26. november, í Spaniastovu í Klaksvík mánakvøldið 27. november, og í Listastovuni í Miðvági týskvøldið 28. november. Tú kanst hoyra samrøðuna við Moddi og nakrar av forbodnu sangunum her Eisini er nýggj bók Serstøk fólk í Bíbliuni ávegis. Zacharias Zachariassen, sum doyði í august, hevur skrivað meginpartin av bókini og so hevur sonurin Jógvan Zachariassen skrivað bókina lidna. Tórshavnar kommuna noyðist at keypa 2.000 fermetrar av fjøruni á Sundi, 180 metrar av fjørukanti, fyri at fáa lagt grótið úr Eysturoyartunlinum har. Avger Búnaðarstovan at selja kortini, kann festarin kæra ta avgerðina til Landbúnaðarstevnuna. Úrskurðurin hjá Landbúnaðarstevnuni kann síðani kærast til Yvirlandbúnaðarstevnuna. Búnaðarstovan avger tí sjálv í hvørjum einstøkum føri, um kærur hava steðgandi virknað, sigur Andrass Holm Arge, løgfrøðingur hjá Búnaðarstovuni. Sum vit hava skilt á løgregluni, so siga tey, at tey hava brúkt lógina til tilhald hetta seinasta hálva árið, og og tað er eitt uppihaldforboð sum er givið sambært lógini, sigur Gudrun Mortansdóttir Nolsøe, løgfrøðingur á lógartænastuni á løgmansskrivstovuni. Tað sá út til, at tey tølini vóru vaksandi. Í 2016 vóru ikki færri enn 16, sum bóðu um tilhald, sigur Gudrun Mortansdóttir Nolsøe, men leggur afturat, at høga talið í 2016 ivaleyst er ávirkað av, at heildarætlanin bleiv sett í verk tá. Í kvøld er greitt, hvussu ársins vakrasti brundseyður sær út, tí á Búnaðarstovuni í Kollafirði fara tey at hava seinasta umfarið av landsseyðasýningini í kvøld. Áhugin hevur verið stórur. Í ár vóru 51 seyðir meldaðir til, og tað er tað mesta nakrantíð, sigur Hans Martin Andreassen, sum er samskipari. Kappingin er skipað soleiðis, at ymsa staðni í landinum eru lokalar sýningar, og síðani kunnu teir bestu seyðirnir meldast til landsseyðasýningina. Hann skal ikki hava feilir, og tað er tað týdnignarmiklasta. Beinini, høvdið, ullin og eistini skulu vera í ordan, sigur Hans Martin Andreassen. Men Ruth Vang sigur, at nevndin fer fyrst og fremst at viðgera fíggjarlógina í dag, ganga gjøgnum alt tilfarið, sum nevndin hevur fingið. Petur Roach sigur her hvussu hann fekk fatur á sanginum. Tað var ikki fyrr enn hann lurtaði fløguna ígjøgnum, at hann fann útav, at júst hesin sangur var um Ova Joensen. SEV hevði ársaðalfund í morgun og har var millum annað fíggjarætlanin fyri 2018 á skránni. Elveitingareftirlitið hevur kravt eina príslækking á 5 oyru kWt uttan MVG. Nevndin í SEV er ikki samd í príslækkingini, tí so nógvar útbyggingar standa fyri framman. SEV vil goyma yvirskotspening til útbyggingar innan veitingartrygd, veitingarskyldu og grønu kósina, tí ætlanin er, at Føroyar skulu hava 100 prosent grøna elorku á landi í 2030. SEV veitir nú 5 oyru í príslækking, tí elveitingareftirlitið hevur kravt tað, men brúkarin skal ikki vænta at fáa eina størri príslækking, hóast tíðirnar eru góðar og SEV hevur eitt yvirskot uppá 86,2 milliónir krónur í ár, sigur John Zachariassen, nevndarformaður í SEV. Sambært John Zachariassen er tað grøna kósin, sum fer at kosta nógv komandi árini, serliga, um tað skal ganga skjótt fyri seg at verða grøn. Íløgurnar í 2018 fara væntandi at kosta 554,7 milliónir krónur í mun til 418,1 milliónir krónur í 2017. Serliga útbyggingin av Sundsverkinum fyllir nógv, góðar 325 milliónir krónur Nettoumsetningurin verður væntandi 436,1 milliónir krónur. Fýra sjónleikarar og ein klaverleikari er tað, sum skal til fyri at veita strongdum jólafólki í miðbýnum í Havn eina kærkomna fríløtu við skemti, tónleiki og undirhaldi. Caf Gløgg førir fram skemt og tættir um evni, sum eru uppi í tíðini. Hetta er ikki satira, sum fer eftir ávísum fólki , siga leikararnir tað er meiri støður og stereotypur, sum fólk kenna aftur , leggja tey afturat. Allan desember fara tey at bjóða gestum á gátt á Tjóðpallinum til Caf Gløgg, har, sum navnið sigur, verður høvi at fáa eitt glas av, ja, gløgg. Hugnin verður í hásæti Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í Umhvørvismálum, væntar, at uppskotið kemur fyri Løgtingið innan næstu vikurnar. Í løtuni er uppskotið til hoyringar. Differentieringin í elprísum er ein av broytingunum, sum skulu fáa brúkarar at velja grønar orkukeldur, so Føroyar kunnu verða 100 grønar á landi í 2030. SEV er til reiðar at taka í móti broytingini, sum fer at økja um inntøkurnar hjá SEV og bøta um raksturin, tá fleiri fólk velja grønu hitaskipanirnar. Nevndarformaðurin í SEV, John Zachariassen, vónar, at uppskotið kemur í gjøgnum skjótt. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna vónar, at uppskotið fær undirtøku í Løgtinginum, tí tey eru øll samd um eitt orkuskifti, sum longu er í gongd. Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum váttar, at sáttmálin, sum sjúkrarøktarfrøðingarnir fingu, hevur broytt krøvini í samráðingunum við Kommunala arbeiðsgevarafelagið. Hann váttar eisini, at Starvsmannafelagið vil hava eftirlønina hjá limunum at vera í LÍV, sum Starvsmannafelagið eigur saman við øðrum, og at tað skal standa í sáttmálanum. Bjarni Hammer, limur í vinnunevndini, vil ikki siga nágreiniliga, hvørjar tillagingar hann vil hava í uppskotið fyri at taka undir við tí. Nú Starvsmannafelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið samráðast um nýggjan sáttmála, vilja kommunurnar hava, at tað skal standa starvsfólkum frítt at gera av, hvar tey hava sína eftirløn og lívstrygging Skattaprosentið í Vága kommunu lækkar 0,5 prosent, og verður 22 prosent komandi ár. Býráðið í Vága kommunu hevur samtykt fíggjarætlanina fyri komandi ár. Býráðið hevur eisini sett loft á fyri, hvussu nógv foreldur skulu rinda fyri barnaansing. Loftið er 3000 krónur, saman hvussu nógv børn foreldur hava í ansingarskipanini hjá kommununi. Besti veðragjólingurin í ár er úr Heygahaga, innara helvt í Vestmanna. Besti veturgamli veðrur er Úti í Líð á Viðareiði og besti eldri veðrið er Fyri Handan Eið, Heiðar í Syðrugøtu. Tá Teistin var á veg inn í Heyst í morgun, gjørdist manningin varðug við, at teir mistu olju úr stevnurørinum. Teistin sigldi tí aftur á Gomlu Rætt. Kavarar fóru niður at kanna, og tá vísti tað seg, at lína var komin um báðar skrúvurnar, greiddi Jóhan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari á Strandferðsluni, frá í tíðindum á middegi. Línan varð skorin av, og Teistin fór aftur í sigling klokkan hálvgum eitt. Ein omma eigur ikki at skelda ommubørnini. Hvussu sigi eg hetta við hana Havi frætt, at sjeikurin hjá dóttur míni, sum situr í koyristóli, sum oftast hevur unnustur í koyristóli. Skal eg siga tað við dóttrina Eg havi verið við aðrari kvinnu. Havi ikki hug at siga tað við konuna ella at fara frá henni, MEN fái ikki hina kvinnuna úr mínum tonkum. Hvat skal eg gera Umsitingin hjá Tórshavnar kommunu hevur saman við Tjóðsavni Føroya gjørt uppskot til verkætlan, sum skal varpa ljós á søguna um múrin og hvørji fornfrøðilig sereyðkenni eru til skjals. Avtalað er, at Tjóðsavn Føroya letur innihald og lay out til veggirnar og Tórshavnar kommuna stendur fyri at fremja ætlanina í verki, sæst á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu. Nes Kommuna fer komandi ár at seta av 3,7 milliónir krónur til útstykking. Talan er um tvær ætlanir. Onnur ætlanin er framhald av útstykkingini við Gaddavegin, og hin ætlanin er framhald av Høganesvegnum, sigur Jóhannus Danielsen, borgarstjóri í Nes kommunu. Trúgvi Jóhanson er varaleiðari fyri tilbúgvingina í Eystur kommunu. Hoyr hann her greiða frá, hvussu støðan var, tá tey komu oman á bryggjuna. Stutt eftir døgurða varð boðað frá, at takplátur fuku á leysar á kajøkinum niðri við fiskavirkið. Sløkkiliðið hjá Eysturkommunu tók sær av at tryggja pláturnar. Og um 4 tíðina seinnapartin varð boðað frá, at plátur fuku millum hús við Villingardalsvegin í Havn. Eisini var ein kampingvognur farin um koll í nógv vindinum, sigur Kristina Christiansen, vaktleiðari á politistøðini. Hvat hendir eftir fyrsta januar, tá veiðuloyvini fara úr gildi, og fiskivinnunýskipanin ikki er samtykt Tað vil Kári P. Højgaard,tingmaður fyri Sjálvstýri, hava at vita frá løgmanni. Í munnliga fyrispurningi sínum, spyr tingmaður, um løgmaður kann upplýsa Løgtinginum, hvørjar avleiðingarnar verða fyri føroyska fiskivinnu, um meiriluti ikki fæst fyri ætlan landstýrismansins í fiskivinnumálum, fyri víðgongdu broytingunum í nýskipanaruppskotinum. Eisini spyr Kári P. Højgaard, um løgmaður fer at loyva landsstýrismanninum at sýta fyri at leingja verandi skipan, og kann í ringasta føri roknast við, at fiskiflotan liggur svínabundin við kai eftir 1. januar 2018. Bali er kendasta frítíðaroyggj í Indonesia. Fleiri miljónir útlendsk ferðafólk vitja oynna hvørt ár. Síðani augustmánað eru fleiri ristingar skrásettar rundan um gosfjallið, og hetta er aðru ferð innanfyri eina viku, at Agung goysir. Hóttanarstigið er á næsthægsta stigi. 22. september var hóttanarstigið á hægsta stigi, og 130 túsund fólk rýmdu av húsum og leitaðu sær skjól í legum, av ótta fyri at tað aftur fór at goysa. Síðst í oktober lækkaðu myndugleikarnir hóttarnarstigið niður á næsthægsta, tí virksemi í gosfjallinum minkaði. 25 túsund fólk eru tó framvegis ikki sloppin heimaftur. Tey leikandi eru Hanus Jákup Dahl Jógvan Hans Tórgarð Elin Lív Højsted Horsdal. Aðrar røddir Kenneth Jørgensen Jonna Fritsdóttir Mortensen Elin á Rógvi Mass Hoydal, Hansmar Poulsen Gunnar Nolsøe Jón Mc Birnie og Páll Danielsen. Klokkan 3.30 í nátt fekk løgreglan fráboðan um, at ein maður hevði sligið tvey fólk inni og uttanfyri eitt skeinkingarstað í Klaksvík. Fólkini, sum eru um 20 ára aldur, fingu snuddir, men einki er brotið. Løgreglan hevur tosað við fleiri vitni, og maðurin verður tikin inn seinni í dag til avhoyringar, sigur Kristina Christiansen, vaktleiðari á politistøðini. Nú nærkast 1.desember og øll gleða seg. Vit gleða okkum til jólakalendarar, og í sendingini hoyra vit Beintu Johannesen greiða frá jólakalendarin í Strok og Píkasjey. Eisini eru vit í Likkudali nummar 1, har Rógvi og Julius stákast við pakkar, jólaprýði og jólakalendara. Kommunan hevur ábyrgd av at veita kommunulæknum viðtaluhøli og útgerð. Her má ásannast, at kommunan hevur ikki røkt hesa uppgávu nóg væl. Nakrar viðtalur eru heilt einfalt ikki í nøktandi standi, sigur Annika Olsen. Óljóð frá skipum og náttúruoyðing eru mál, sum fólk á Hvítanesi, í Kollafirði og í Kaldbak vilja hava býráðið í Havn at gera okkurt við. Fólk í staðbundnu nevndunum í teimum trimum bygdunum í Tórshavnar kommunu, fólk í Áhugabólkinum í Kaldbak og fólk í Trivnaðarbólkinum á Signabø eru farin at arbeiða saman um mál, sum hava týdning fyri bygdirnar og bygdarfólkið. Tey vilja hava Tórshavnar kommunu at steðga óljóðinum frá skipum í Kollafirði, at síggja til, at fólk á Hvítanesi hava sum minstan ampa av Eysturoyartunlinum og steðga grótfyllingini eystan fyri Sundsá, tá hon kemur eystur til vesturmarkið hjá festaranum á Sundi. Funnist verður at býráðnum fyri ikki at leggja mál fyri staðbundnu nevndirnar, soleiðis sum ásett er í kommunustýrisskipanini hjá Tórshavnar kommunu. Fiskimannafelagið mælir til, at landsstýrið leggur uppskotini um fiskivinnunýskipan og veiðigjøld til viks, og í staðin fer undir eina tilgongd saman við vinnuni og manningarfeløgunum at gera eina fiskivinnuskipan. Felagið sigur í brævi til vinnunevndina, sum í løtuni viðger bæði fiskivinnunýskipanina og veiðigjøldini, at fleiri av teimum, sum eru í vinnuni, hava gjørt sær nágreiniligar hugsanir um, hvussu ein nýggj fiskivinnunýskipan kundi verið, teirra millum eisini Fiskimannafelagið. At taka aktørarnar við í eina tilgongd at skapa karmar fyri vinnuna, er ein væl kendur leistur frá øðrum londum, eisini í Føroyum, eitt nú, tá stig vórðu tikin at endurreisa alivinnuna, sigur Fiskimannafelagið í brævinum til vinnunevndina. Snildir, sum teir eru, vísa teir á, at ávísir reiðarar hava havt góð kor í nøkur ár. Hetta er við til at taða landið við øvund, soleiðis at tað verður lættari hjá teimum selja til útlendsk áhugamál. Samgongan má ikki lata seg draga upp á tráð av hesum, tí tað fer at koma føroyingum aftur um brekku. Tí eiga samgongufólk, ið eru góð við Føroyar, at steðga á, og leingja verandi skipan í tvey ár, sigur Fiskimannafelagið á heimasíðuni. Síðst í 1980unum var Leikpallur Føroya stovnaður. Tjóðpallurin kom á skrá í 90unum. Eyðun Johannessen og Jenny Petersen komu heim at vera við í hesum átaki. Leikpallurin fekk innivist í gomlu tappihøllini á Meirarínum. Fyrsti leikurin var Móðir sjeystjørna . Sama árið var Eitur nakað land week end eftir Jóanes Nielsen settur upp. Hann fekk noðurlendska virðisløn. Tjóðpallurin varð samtyktur á tingi í 2003. Laura hevur eisini verið bóndakona í Skálavík. Hon giftist Pálli í Dalsgarði, sum hevði stóran garð. Hetta var eitt annað lív, sum henni dámdi væl. Síðani valið í Týsklandi í heyst, hevur Angela Merkel roynt at skipa stjórn saman við Fríu demokratunum og Grøna flokkinum, men tað hevur ikki eydnast. CDU og SPD hava sitið í stjórn seinastu átta árini, men á valinum 24. septembur hevði sosialdemokratiski flokkurin stóra afturgongd. Valkvøldið kunngjørdi nýggi formaðurin í SPD, Martin Schultz, at flokkur hansara fór í andstøðu, men síðani hevur Schlutz kortini bent á, at hann er fúsur at samráðast. Tað siga Sigurð í Jákupsstovu, rektari, og Ólavur Ellefsen, formaður í stýrinum fyri Fróðskaparsetrið, í einum almennum skrivi, nú fíggjarnevndin viðger fíggjarlógaruppskotið fyri 2018. Fróðskaparsetrið hevur gjørt vart við, at til tess at varðveita verandi virksemi, er neyðugt, at játtanin verður 94,6 milliónir krónur. Men á fíggjarlógaruppskotinum eru bara settar av 87,4 milliónir krónur, ella sjey milliónir minni enn tað, sum stovnurin hevur biðið um, og umleið 20 milliónir krónur minni enn tað, sum er neyðugt fyri at menna virksemið á Setrinum, siga Sigurð í Jákupsstovu og Ólavur Ellefsen. Í heildarætlanini um fólkavøkstur frá 2013 verður mælt til, at játtanin til Fróðskaparsetrið stigvíst verður hækkað úr 67 milliónum upp í 100 milliónir krónur frá 2014 til 2016. Síðani 2013 eru 400 lesandi komin aftrat, sjey nýggjar útbúgvingar eru settar á stovn, og aðrar útbúgvingar eru styrktar og víðkaðar, men játtanin er bara vaksin 18 milliónir krónur. Úrslitið er, at Fróðskaparsetrið er komið í eina støðu, har tað ikki einans er ógjørligt at tryggja menning, men eisini at verandi virksemi er álvarsliga tarnað. Hækkar játtanin ikki, merkir tað, at ein av høvuðsstuðlinum undir varandi framburði og fólkavøkstri í landinum er álvarsliga hóttur. Og ein møgulig avleiðing verður, at Fróðskaparsetrið heilt ella partvíst noyðist at gevast við at taka lesandi í 2018, siga Sigurð í Jákupsstovu, rektari, og Ólavur Ellefsen, formaður í stýrinum fyri Fróðskaparsetrið. Nýggi forstjórin fær ovastu ábyrgdina av teimum trimum sjúkrahúsunum, saman við stjóranum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og stjóranum á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Og forstjórin verður eisini stjóri á Landssjúkrahúsinum. Nevndin viðger kæruna frá Jørgeni Niclasen, løgtingsmanni, um Høgna Hoydal um fyrst at hava skrivað út fiskirættindi, og síðani at hava tikið somu rættindi aftur. Jørgen Niclasen sigur, at nótaskipini fingu rætt at fiska tilsamans sløk 23.000 tons av makreli í ES sjógvi, sum vórðu býtt út á skipini. Nótaskipini fingu øll útskrivað fiskiloyvi, har tilskilað varð, hvussu nógv hvørt skip kundi fiskað. Men við kunngerð 26. januar í ár tók landsstýrismaðurin part av hesum rættindum aftur. Jørgen Niclasen vísir í kæruni á, at verður ein tílík tilsøgn tikin aftur, kann tann, sum verður raktur, krevja endurgjald frá landskassanum. Málið um Jógvan S er eitt dømi, har landskassin varð dømdur at rinda stórt endurgjald, tí fiskirættindi vórðu tikin aftur. Í brævi til landsstýrismálanevndina 23. mars, vísir Høgni Hoydal, landsstýrismaður, aftur, at málið kann javnmetast við at taka fiskiloyvi aftur. Hann sigur, at í Jógvan S málinum varð avgjørt at taka veiði og fiskiloyvi frá skipinum, men í hesum førinum er talan um at gera eina broyting í fiskiskapinum, soleiðis at nótaskipini kunnu fiska 1500 tons fleiri í føroyskum, norskum ella altjóða sjógvi, í staðin fyri at fiska tey í ES sjógvi. Vinnunevndin viðger í dag uppskotið frá landsstýrinum um veiðigjald, sum hevur samband við uppskotið um fiskivinnunýskipan, og uppskotið um at taka av avreiðingargjaldið fyri makrel, norðhavssild, svartkjaft og botnfisk í Barentshavinum. Skotið verður upp at taka avreiðingargjaldið fyri at landa uttanlands av, tí tað er ikki sannlíkt, at skipini megna at fiska alla kvotuna av norðhavssild í ár. Móttøkuorkan á landi er skerd, millum annað tí at Varðin Pelagic brann í grund, og kvotan er eisini størri í ár. Reiðarafelagið, Numo, Maskinmeistarafelagið og Búskaparráðið eru biðin um at koma á fund í vinnunevndini at siga sína hugsan um uppskotini. Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Taks, landsstýrismaðurin í fiskvinnumálum og Vørn hava eisini fingið fundarboð frá vinnunevndini. Kongshúsið upplýsir, at Harry og Meghan Markle vórðu trulovað fyrr í hesum mánaðinum, og prinsurin bað foreldrini hjá Meghan Markle um at sleppa at giftast við dóttrini, áðrenn hann bar upp bønarorð. Útlendskir fjølmiðlar í Russlandi skulu kunnu verða markaðir sum útlendskir agentar. Í fyrstu atløgu skal lógin raka virksemið hjá amerikanskum fjølmiðlum í Russlandi. Russiska duman skjýtur upp, at allir útlendskir fjølmiðlar í Russlandi skulu kunna stemplast sum útlendskir agentar, um tað er neyðugt. Lógaruppskotið er serliga ætlað amerikonskum fjølmiðlum. Ein útlendskur fjølmiðil, sum fær fígging frá útlendskum stati, fyritøku ella privatpersóni kann skrásetast sum útlendskur agentur, sigur varatalsmaðurin í dumuni, Petr Tolstoj, tá hann í vikuni legði fram lógaruppskotið. Tað skrivar finska kringvarpið , Yle. Nýggja lógin er aftursvarið hjá Moskva til, at altjóða russiska sjónvarpstíðindarásin, Russia Today, skal skráseta seg sum útlendskan agent í Amerika. Duman heldur, at nýggja lógin er eitt symmetrist aftursvar. Í fyrstu atløgu skal lógin raka virksemið hjá amerikonsku fjølmiðlum í Russlandi, privatu sjónvarpsrásin, CNN, útvarpsstøðirnar Radio Free Europe og Voice of America, sum báðar verða fíggjaðar av amerikanska statinum. Nýggi lógarteksturin er alment orðaður og kann brúkast breitt. Útlendskur fjølmiðil kann tí verða markaður sum útlendskur agentur, hvørja ferð russiska duman heldur, at støðan krevur eitt symmetriskt aftursvar. Sambært dumuni, fevnir lógin tó ikki um útlendska korrespondentar, sum eru skrásettir í landinum. Men duman dugir tó ikki at greina, hví munur er á korrespondentum og miðlum, skrivar yle. Tað er enn ógreitt, hvussu nýggja lógin ítøkiliga rakar arbeiðið hjá journalistum. Møguliga verður rásarúmið avmarkað, og myndugleikar nokta at samstarva. Russiski eftirlits myndugleikin, Ros komnadzor, fyrireikar nú tiltøk móti útlendskum fjølmiðlum. Millum annað skal serlig mannagongd setast í verk fyri miðlar, sum missa rættin at virka í Russlandi, skrivar finska kringvarpið. Gallup Føroyar hevur gjørt kanning fyri Ráðið fyri Ferðslutrygd, fyri at kanna hvat føroyingar halda um at koyra bil ávirkaður av rúsdrekka. 92 siga, at rúsdrekkakoyring kann ikki ella als ikki verða góðtikin. 6 svara, at rúsdrekkakoyring skal helst ikki koma fyri. Vit eru ikki bilsin um hetta úrslitið. Hugburðurin ímóti rúsrekkakoyring er óvikiligur millum tey flestu. Men hjá summum kann vera langt frá hugburði til atferð. Tí rúsdrekkakoyring er framvegis orsøk til álvarsligar ferðsluvanlukkur, sigur Brynhild Høgnadóttir frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd. Jan Fossaberg frá ferðslupolitinum sigur eisini, at eitt nú átakið vinir lova ikki vinum at koyra skít hevur virkað, tí hugburðurin er broyttur seinastu árini. Landsstýrismálanevndin fer nú at skriva niðurstøðu um seinastu kæruna, nevndin hevur, og ætlanin er at hava slætt borð fyri jól, sigur nevndarformaðurin, Magnus Rasmussen. Jørgen Niclasen, tingmaður, kærdi 28.februar Høgna Hoydal, landsstýrismann, fyri fyrst at skriva út fiskirættindi og síðani taka hesi rættindi aftur. Jørgen Niclasen vísir í kæruni á, at verður ein tílík tilsøgn tikin aftur, kann tann, sum missir hana, krevja endurgjald frá landskassanum. Tað hendi hósdagin, til stóra samkomu, at norska løgreglan heiðraði fólk sum hava starvast uttanlands, tað verið seg í Afghanistan, Kosovo og sum hava starvast fyri Frontex í Miðalhavinum. Ingi Weihe hevur siglt sum maskinmaður hjá norska felagnum, Redningsselskabet í góð fimm ár. Umleið 14 føroyingar starvast hjá felagnum. Svimjisambandið hevur lagt tilmerkis, at tað kemur fyri, at góðir svimjarar als ikki raka dagin, tá teir eru til altjóða kappingar. Tíðirnar eru væl verri enn teirra bestu tíðir. Hann er fleirfaldaður føroyameistari í fleiri ítróttargreinum, hann hevur verið á næstan øllum oyggjaleikum, hann hevur tvey størv og er framvegis virkin ítróttarmaður, hóast hann er 57 ár. Vangamyndin í kvøld er Absalon Hansen, og hugsjónin aftan fyri hansara úrslit er sera einføld. Jú, meira tú venur, betri verður tú. Neytini vóru rak og oervað, og tey vórðu viðfarin sum mjólkimaskinur. Tey líða fyri at vit skulu fáa ost til pasta rættin, sigur Emma Slavinski, leiðari fyri marknaðarføringini hjá felagsskapinum. Parmasanostur og Grana Padano verða marknaðarførdir sum hágóðskuostar, men tað kundi ikki verið longri frá sannleikanum, sigur hon. Tað ávirkar ikki góðskuna, hvussu neytini hava tað, sigur umboðið, sambært Yle, men umboðið sigur tó, at djórvælferðin hevur týdning fyri framleiðararnar. Djórverndarfelagsskapir hava sett tiltakið í verk við notonmypasta , har tey krevja, at framleiðararnir skulu tryggja sær, at djórini hava tað gott. Fólkini flýggja undan politiskari forfylging, og seinastu tíðina eru 800 túsund flóttafólk komin til Cox Bazar í Bangladesj. og tørvur er á tjøldum, mati, vatni, læknaligari og sálarligari hjálp. Við teimum 200 túsund krónunum væntar ReyðiKrossur at hjálpa 15 16.000 fólkum í flóttafólklegunum í Hakimpara, Tasni markhola og Burma Para. Vit hoyra um Sangskrínið, sum er eitt skrín við sangum, tekstum, nótum, fløgum og vøkrum myndum. Sangir, sum Steintór Rasmussen hevur yrkt. Sambært rektarinum og stýrisformanninum á Fróðskaparsetrinum, mangla 7 milliónir á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2018, fyri at verandi virksemi á Fróðskaparsetrinum kann halda fram. Larmurin á Signabø er so órógvandi, at fólk liggja vakin um næturnar. Trina Eysturoy flutti saman við familjuni til Signabø fyri einum góðum ári síðani, men oljóð frá ljósmotorunum hjá skipum hinumegin fjørðin hava órgógvað gerandisdagin sera nógv. Millum annað fær familjan ikki sovið um næturnar, og síðani summarfrítíðina er familjan tíggju ferðir rýmd undan larminum til Havnar at sova. Óljóðið fra ljósmotorunum, sum skipini noyðast at hava frá, tí tey ikki fáa streym frá landi, hevur verið ein trupulleiki síðani havnalagið var bygt í 2006, men hóast trupulleikin hevur nógv ár á baki, so hevur kommunan ikki megnað at loysa hann enn. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, tekur Anniku Olsen, borgarstjóra, upp á orðið, tá hon sigur, at kommunan fer at útvega kommunulæknum í Havn betri høli. Og so sigur Sirið Stenberg, at í 2018 verður økið eftir ætlan aftur raðfest, tá ein kommunulækni afturat fer at verða settur í starv í Tórshavn. Tað er svarið, sum Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, fekk frá Søren Pape Poulsen, løgmálaráðharra, tá hann spurdi, hvussu líður við rættargangslógini og øðrum donskum lógum, sum eisini eru galdandi í Føroyum, og sum skulu endurskoðast og dagførast. Hetta toymið skal í samstarvi við føroyskar og grønlendskar myndugleikar fyrireika tær lógir, sum Løgmálaráðið skal seta í gildi í teimum báðum londunum. Teirra millum er føroyska rættargangslógin. gjár vóru 75 ár liðini síðani ein av mætastu tónleikarnum í okkarat tíð, Jimi Hendrix, var borðin í heim. Í hesum sambandi hava vit funnið fram sending, sum var send fyri fimm árum síðani , á 70 ára degi Hendrixs. Poula á Líðarenda, deildarleiðari hjá TAKS, greiðir frá, at um ein stjóri hevur atgongd til frían bil, sum part av sínum sáttmála, kann bilurin brúkast til alla koyring. Tó verður privatkoyring skattað. Fyrr hava partarnir tosað saman um viðurskiftini, men hesaferð fekk SEV boð um at lækka prísin, og tað er ikki hent fyrr, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV. Upprunaliga varð freistin sett til hálvan november, men freistin er longd til hálvan desember, og verður møguliga longd meira, sigur Ári Johannesson, orkuráðgevi á Umhvørvisstovuni. Umhvørvisstovan hevur dagført og endurnýggjað umhvørvisgóðkenningina, sum er latin aliloyvunum hjá P f Luna á Sørvágsfirði og á Víkum. Um tað vísir seg, at dálkingin verður ov stór, kann Umhvørvisstovan krevja, at ætlaða nøgdin at seta út verður minkað, ella hon kann seta forboð fyri, at felagið setur fisk út aftur í økinum ella í partar í økinum. Í uppskotinum hjá landsstýrinum verður mælt til, at pensjónsaldurin hækkar hálvt ár í 2025 og hálvt ár afturat í 2030, tá hann verður 68 ár. Tað var eitt brek í einum generatori á elverkinum á Strond í Klaksvík, sum var orsøkin til, at fólk norðuri í Sundum í Norðoyggjum, høvdu óstøðugan streym um vikuskiftið. So skjótt sum SEV fekk boð um óstøðugu elveitingina, var málið kannað, og brekið er nú rættað, sigur Brian Joensen, vakthavandi rakstrarleiðari hjá SEV Tað vísir seg at vera stórur áhugi fyri tí. Nemliga tað, at tú kanst hava eini hús, sum tú kanst búgva í og eisini brúka til at leiga út í samband við frítíðarvirksemi og frítíðarvinnu, sigur hann. Bárður Nielsen í Sambandsflokkinum vil hava at vita, um løgmaður heldur, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur heimild at leggja fiskiflotan, tí hann ikki fær undirtøku fyri sínum politikki. Hann spyr eisini, hvat løgmaður ætlar at gera, fyri ikki at verða samsekur, um landsstýrismaðurin ger álvara av hóttanini um at leggja flotan á nýggjárinum, sum formaðurin í Sambandsflokkinum orðar seg í spurninginum. Bárður Nielsen sigur í viðmerkingunum til fyrispurningin, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur skyldu til at tryggja landsins virði. Hevur hann ikki eina ætlan fyri, hvat skal henda 1. januar, verður løgmaður noyddur at taka ræðið á landsstýrismanninum fyri at tryggja framhaldandi rakstur í høvuðsvinnuni, sigur Bárður Nielsen. Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, fer at spyrja løgmann, um tíðin ikki er komin at virka fyri at leingja galdandi fiskivinnulóg. Jenis av Rana sigur, at stígur er komin í arbeiðið við fiskivinnunýskipanini, og tað kann hava við sær, at flotin sleppur ikki at loysa um knappar fimm vikur. Hann sigur, at tað ber ikki til at gera allar lógir og reglur í eini so kollveltandi fiskivinnunýskipan klárar at koma í gildi 1. januar. Tí hava vit einki annað val enn ar leingja galdandi skipan og taka okkum ta tíð, sum tað tekur, at gera eina forsvarliga skipan, sigur Jenis av Rana í viðmerkingunum til fyrispurningin. Eg fekk hetta hugskotið, tí nú verða vit ikki so nógv á jólum, og eg hugsi, at tað kanska eru onnur sum vit, ið kundu hugsað sær at verið fleiri jólaaftan. Tað er eisini stuttligt hjá børnum at vera fleiri jólaaftan, sigur Beinta Henriksen. Eg spurdi teir, áðrenn eg skrivaði hetta á Facebook, og teir eru við upp á tað. Teir halda at tað er stuttligt og spennandi, fortelur Beinta Henriksen. Enn hevur eingin vent sær til hennara fyri at halda jól saman við henni og dreingjunum. Men tað er kanska ikki so løgið, heldur Beinta Henriksen Mann hoyrir um so nógv, ið sita einsamøll á jólum, men eg trúgvi at tað er tabu at tosa um. Tí hopi eg at onkur setur seg í samband við okkum, sigur Beinta Henriksen. Thomas Tengt n, granskari, staðfestir, at nýggi heilivágurin er avgerandi fyri, tá fólk, sum hava antibiotikamótstøðuførar bakteriur í sær, skulu viðgerast, skrivar svenska kringvarpið. Thomas Tengt n er infektiónslækni og granskari við lærda háskúlan í Uppsala og er við í netverkinum, React, sum arbeiðir fyri at niðurberja trupulleikan av antibiotika mótstøðuføri. Í minsta lagi fimm nýggj sløg av antibiotiskum heilivági verða nú brúkt í royndum við menniskjum. Tengt n væntar, at heilivágurin verður góðkendur, og síðani verður hann tikin í nýtslu á heilsuøkinum. Nú hevur tað alstóran týdning, at nýggi heilivágurin bara verður brúktur, tá tað veruliga er neyðugt. Annars er vandi fyri, at bakteriurnar eisini gerast mótstøðuførar móti nýggja heilivágnum. Tað hevur verið dýrt hjá fyritøkum at menna nýggja heilivágin. Sostatt áttur fyritøkurnar at selt so stórar nøgdir av heilivágnum, sum møguligt, fyri at dekka útreiðslurnar. Men orsaka av trupulleikanum við mótstøðuføri, kunnu fyritøkurnar ikki tað, tí nýggi heilivágurin skal brúkast so lítið sum gjørligt. Thomas Tengt n sigur, at nýggi heilivágurin er ætlaður álvarsliga sjúkum á sjúkrahúsum. Heilivágurin verður sprændur beinleiðis inn í blóðið. Tað er í lagi, at nýggi heilivágurin verður dýrur, tí hann kann bjarga mannalívum, sigur Thomas Tengt n, granskari, við svenska kringvarpið. Og tey, sum selja hús, vilja sjálvandi tryggja sær, at tey ikki seinni koma at hefta fyri møgulig fjald ábrek ella skaðar, tí tað kann kosta teimum dýrt. Suni Merkistein sigur, at tað er eitt gott ár síðan hann í hugaheiminum byrjaði uppá bókina, men sjálv skrivingin byrjaði ikki fyrr enn í summar. Í eini minni kanning, gjørdi salvan, at 89 prosent av monnunum, sum vóru við í kanningini, høvdu minni enn eina miljón sáðkyknur fyri hvønn milli litur av avgongu, og tað er langt niðanfyri vanligu nøgdina. Kristina Gemzell Danielsson, sum er professari í nøring og kvinnusjúkum, sigur við norska blaðið, Dagens Nyheter, at granskara fara at arbeiða við 20 til 50 pørum í burðardyggum aldri. Vit hava áður sæð, at salvan tarnar framleiðsluni av sáðkyknum. Men vit vita enn ikki, hvussu hon virkar í veruleikanum, sigur Kristina Gemzell Danielsson, professari. Vit hoyra um jólakalendarasøguna Stjørnan, ið hvarv og Snæfall, sum er jólakalendari í barnasjónvarpinum. Páll Danielsen greiðir frá. Fulltíðararbeiðsleysur merkir, at talið av arbeiðsloysistímum hjá teimum, sum eru skrásett í Arbeiðsloysisskipanini, verður umroknað til fulltíðararbeiðsleys. Árstíðarjavning eru tøl, sum eru reinsað fyri árstíðaravvik, tað vil siga afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar. Fyri summi er bilurin amboðið, ið skal flyta teg úr einum staði í hitt, meðan bilurin fyri onnur er eitt listarverk og ein partur av lívsstílinum. Og í dag lýsa vit bilin og bilmentanina úr ymiskum sjónarhornum, og vit byrja við einari nútíðarsøguligari frásøgn. Brynhild Høgnadóttir er stjóri í Ráðnum fyri Ferðslutrygd. Hon fer at útgreina í hvønn mun hugburðurin er broyttur, tá talan er um ferðslutrygd. Nógv eru tey, sum pendla langar teinar til og frá arbeiði. Men í hvønn mun koyra fólk saman Vit skifta orð við Mariu Gunnleivsdóttir Hansen. Mong eru tey, sum sera eldhugaði hava áhuga fyri ellisakførum og spennandi bilum og súkklum yvirhøvir. Og fyri bilentusiastar eru tveir sera forvitnisligir sløkkiliðsbilar frá 1959 og 1974 at finna á føroyskum plátum. Og saman við Ernst Vágsgarð og Karl Sofus Heimistovu fara vit at fregnast um í hvørjum standi bilarnir eru í. At koyra trailara er annað og meiri enn bara eitt arbeiði. At byrja við í seinra tímanum fara vit á gátt í sera snøgga Scania stýrhúsinum hjá Kristiani Mikkjalssyni, har vit tosa um eitt nú gerandisdagin, lívsstílin, og hvat tað kostar, tá eisini lastbilurin skal hava eina persónligheit. Tey eru ivaleyst mong, ið minnast snøggu Yamaha knallertirnar frá sjeyti og áttatiárunum. Og ein teirra er Grækaris Gregoriussen, sum hevur høvuðsumvalt eina 30 ára gamla 50 cc Yamaha knallert. Vit hava fregnast heima í bilskúrinum. Halleluja Sofus er bilentusiasturin omanfyri allar hinar. Og ivaleyst eru tey mong, sum eru hugtikin av umbygda plússklæddu Fólkavogninum við Mercedes gron. Halleluja Sofus sigur okkum søguna um henda sera sermerkta fólkavognin og okkurt afturat. Tú kanst hoyra sendingina her Í 2019 verður gamli Bedford sløkkiliðsbilurin hjá Klaksvíkar Sløkkiliði 60 ár. Og hetta kann hátíðarhaldast við at báðir teir gomlu sløkkiliðsbilarnir, ein Bedford frá 1959 og eittt VW rugbreyð frá 1974, eru høvuðsumvaldir og tá fáa sín fasta sýnisglugga í miðbýnum í Klaksvík. Bedford bilurin, ið er frá 1959 og fyrsti sløkkiliðsbilurin í Klaksvík, varð keyptur til Klaksvíkar í 1968 frá danska hervaldinum, meðan VW rugbreyðið varð keyptur til sløkkiliðið í 1974. Og tá var bilurin nýggjur. Vit hava tosað við Ernst Vágsgarð og Karl Sofus Heimistovu, sum báðir byrjaðu sum sløkkiliðsmenn í 1984, til eitt prát um hesar báðar gomlu bilarnar hjá Klaksvíkar Sløkkiliði, og um hvørja lagnu teir halda bilarnir skulu fáa og báðir eru á einum máli Bilarnir skulu varðveitast. Tú kanst hoyra frásøgnina her NorðurKorea sigur við almennu norðurkoreisku tíðindastovuna, KCNA, at málið hjá landinum at gerast kjarnorku stórveldi, er næstan nátt. NorðurKorea skal eftir øllum at døma hava skotið eina rakett, sum kann náa USA. Rakettin er langtberandi og kann hava spreingihøvd. Rakettin eitur Hwasong 15. Tað var Hwasong 15, sum í gjárkvøldið okkara tíð varð skotin út frá NorðurKorea, og 50 minuttir seinni datt hon niður í Japanska havinum. Umsíður hava vit nátt søguliga máli okkara, um at gerast kjarnorku stórveldi, segði norðurkoreiski leiðarin, Kim Jong un, við KCNA. Langtberandi rakettin, Hwasong 15, hevur sera stórt spreingihøvd, og tað kann raka alt meginlandið í USA, sigur almenna norðurkoreiska tíðindastovan. Seks minuttir eftir, at NorðurKorea hevði skotið út rakettina, svaraði SuðurKorea aftur, og skeyt út rakettir frá eystursíðuni av SuðurKorea. Tað skrivar Ap tíðindastovan. Tríggjar tímar eftir royndarskjótingina heittu Japan, USA og SuðurKorea á ST trygdarráðið um at hittast á fundi í dag at tosa um seinastu royndarskjótingina hjá NOrðurKorea. ST trygdarráðið hevur fleiri ferðir kravt, at NorðurKorea gevst við vápnaætlanum sínum, og hevur sett tiltøk í verk móti landinum, millum annað, at NorðurKorea sleppur ikki at útflyta vørur frá klædnaídnaðinum, og avmarking er eisin sett á innflutningin av olju og brennievni. Aðalskrivarin í Nato, Jens Stoltenberg, fordømur skjótingina. Hann skrivar á Twitter, at PyongYang má sleppa sínum kjarnorku og rakettætlanum, sum eru ábyrdarleysar og hóttan móti altjóða friði og trygd. Seinast NorðurKorea skeyt rakett út var 15. september, og hana fordømdu ríkisleiðarar eisini, skrivar Ritzau. Fyri at halda tíðarásettu skyldurnar, tá Bretland fer úr ES, hevur ES kravt 60 miljardir evrur, slakar 450 miljardir krónur. Stór ósemja hevur verið um hvørjar skyldur eru galdandi og hvørjar eru ikki, og ES hevur lagt fram langan lista uttan at áseta nakra upphædd. Seinni eru útrokningar gjørdar, og tá var úrslitið 100 miljónir evrur, og tað er henda upphædd, sum The Telegraph og Financial Times nú skriva, at avtala er gjørd um at rinda hevtina av. Sambært bløðunum hava ES og Bretland gjørt avtalu um, at Bretland skal rinda millum 45 og 55 miljardir evrur, also millum 335 og slakar 410 miljardir krónur. Bretski forsætisráðharrin, Theresa May, tykist hava gingið meginpartinum av krøvunum frá ES á møti innan evstamarkið mánadagin, tá hon skal hitta ES forsetan, Claud Juncker. Tað er borgarstjórin í New York, Bill de Blasio, sum hevur skrivað undir nýggja lóg, sum setur úr gildi 91 ára gamla forboðið móti at dansa á barrum, klubbum og matstovum í býnum. Lógin varð sett í verk í 1926, og tá varð lógin skýrd at vera rasistisk, tí hon rakti mest jazz klubbarnar í Harlem, har svørt og hvít komu saman um tónleikin. Vit skriva nú 2017, og hendan lógin gevur onga meining. Náttarlívið er partur av tí, sum New York er, og fær fólk at koma saman, sigur Bill de Blasio, borgarstjóri. Nú lógin verður sett úr gildi, skal New York hava ein borgarstjóra fyri náttarlívsmál, sum skal taka sær av samskiftinum millum ráðhúsið, íbúgvar og náttarlívsídnaðin, skrivar Ritzau. Ein samd Fíggjarnevnd tekur undir við uppskotinum hjá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, um at hækka markið fyri skattafrælsi fyri leiguinntøku. Tí er neyðugt at gera tað meira áhugavert hjá fólki at langtíðarleiga sínar bústaðir, heldur enn at bjóða teir fram til ferðavinnuna, sigur landsstýriskvinnan. Útleigan til ferðafólk, so sum umvegis AirBnB, verður eftir hesum uppskoti ikki roknað sum útleigan til bústaðarendamál og kemur tí ikki undir hækkaða frádráttin. Sambært Fíggjarmálaráðnum kostar hendan broytingin í skattalógini, at landið missir 1,7 milliónir krónur í skatti og komunurnar 1,3 milliónir. Altjóða Reyði Krossur hevur sent eina áheitan út, har søgt verður eftir stuðli til hesi flóttafólkini. Tørvurin á reinum vatni er stórur og tað er trupult at finna reint vatn i økinum. 25.000 krónur verða latnar ungum føroyskum rithøvundi tann 20. mai 2018. Tað er ætlanin hjá Rithøvundafelagi Føroya, sum hevur arvað pening, bøkur og aðrar ognir eftir rithøvundan Ebbu Hentze. Morgunsendingin hevur tosað við Vónbjørt Vang úr Rithøvundafelagnum, sum kunngjørdi ætlanina við virðislønini á bókadøgunum, sum vóru í Norðurlandahúsinum. Journalistarnir Beinta Løwe og Árni Gregersen, sum bæði fylgja politisku gongdini tætt, mettu í Góðan morgun Føroyar um politisku støðuna. Ein av niðurstøðunum var, at nýval sjálvandi er ein møguleiki hjá løgmanni, men tað er avgjørt ikki nakað, hann ynskir. Veljarakanningin hjá Norðlýsinum sigur, at flokkurin kemur at missa trý tingfólk, um val var nú og tað er eitt vánaligt útgangsstøði at fara til val við. Ólavur Højgaard hevur savnað manningina úr upprunaligu Vestmonnunum, og hevur saman við henni og øðrum gestum sett saman eitt víðfevnt savn av siðbundnan fólka og kontrisangum. Niels Midjord hevur týtt tekstir, sum Ólavur Højgaard upprunaliga skrivaði á enskum, umframt at hann hevur týtt sangin Úr skýmingini, sum Rúni W. Højgaard skrivaði á enskum. Ein eykasangur á útgávuni er tann á YouTube nógv spældi jólasangurin, Jólaheilsan til hina fjøldina, sum Holgar Jacobsen hevur skrivað. Luttakandi tónleikarar á fløguni eru Niels Olsen, Bogi Olsen, Martin Joensen, Jógvan í Toftum Olsen, Milson Zachariasen, Holgar Jacobsen, Kára Olsen og Høgni Klakkstein. Eitt tað størsta trygdarholið í nýggjari tíð, er at finna í seinastu útgávuni til MacOS High Sierra, sigur sigur Torben Voss Nielsen frá combine it . Gjørligt er at koma inn sum root, uttan loyniorð. Hetta merkir at ein og hvør, ið hevur fysisk atgongd til eina Mac teldu, við seinastu stýriskipanini, sleppur inn. Lógin um rentustuðul verður broytt, so eisini tey, sum hava bústaðarskyldu, tí arbeiði teirra krevur tað, fáa rentustuðul, um lánið er avtalað 18.januar 1991 ella seinni. Tað eru so at siga bara prestar og festarar, sum hava bústaðarskyldu í Føroyum. Men lógarbroytingin er sjálvandi galdandi fyri øll. Ætlanin við uppskotinum er ikki at forða fyri, at fólk, sum hava bústaðarskyldu, brúka egnan bústað sín við eitt nú at lata vaksin børn búgva har, so leingi talan ikki er um útleigan. Tað er ein ørgrynna av rásum á Youtube, sum eru óhóskandi fyri smærri børn og tað er skjótt at børnini kunnu koma fram á filmar, tey ikki áttu at sæð. Tað er heldur ikki altíð nokk at brúka tey barnafiltur, sum eru á telduni, sigur Elin Michelsen frá SSP ráðgevingini Vinnunevndin hjá løgtinginum hevur fingið níggju broytingar, ella tillagingar, sum hann kallar tær, til lógaruppskotið um veiðigjald frá Høgna Hoydal, landsstýrismanni. Og fyribils veiðigjaldið skal eisini rindast fyri landaða nøgd, ikki bara fyri avreidda nøgd, so fyribils veiðigjaldið líkist meira tí endaliga. Ein onnur broyting er, at rentan verður roknað frá tí degi, sum veiðigjaldið fellur til gjaldingar, tað er fyrsti í mánaðinum, og ikki sum nú stendur í uppskotinum, tá gjaldsfreistin er, hon er 20 unda. Í uppskotinum, sum Poul Michelsen, landsstýrismaður, hevur lagt fyri tingið, stendur, at Landsverk hevur gjørt nýggja meting, sum vísur, at bygningurin fer at kosta millum 13,7 og 15,9 milliónir krónur. Tá er innbúgv ikki íroknað. Hetta er ov lágt mett, halda tingfólk. Teirra millum Magnus Rasmussen, tingmaður hjá Sambandsflokkinum og Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum. Jørgen Niclasen sigur, at prísurin fyrst og fremst kann endiliga staðfestast, tá bygningurin er liðugir. Hann trýr tó ikki, at tað ber til at byggja ein almennan bygning fyri 15.000 krónur fermeturin. At tað almenna byggir ein kontórbygning fyri 15.000 fyri fermeturin, tað eigur at siga einum og hvørjum inni her, at tað heldur ikki, segði hann í tingsalinum. Eisini Bjørn Kalsø, tingmaður hjá Sambandsflokkinum, ivast í kostnaðarmetingini og heldur, at landsstýrismaðurin er rættiliga optimistikur. Útreiðslurnar verða fíggjaðar á fíggjarlógini fyri næsta ár og fyri 2019. Næsta ár verða fimm miljónir settar av, og í 2019 skulu 8,7 miljónir setast av. Tað sigur landsstýriskvinnan í almannamálum, Sara Olsvig, í svari til landstings kvinnuna, Aaja Chemnitz Larsen, sum spurdi um talið á heimleysum í Grønlandi. Eftir svarunum hjá kommununum kemur fram, at tað eru tilsamans 878 heimleysir borgarar í Grønlandi. Flestu teirra eru í Kujalleq kommunu. Sara Olsvig, landastýriskvinna, sigur, at hon saman við kommununum, granskarum og felagsskapum fer at umrøða, hvørji átøk skulu gerast fyri at fyribyrgja, at fólk gerast heimleys. Christina Rosendahl er danskur filmsleikstjóri. M.a hevur hon framleitt heimildarfilmin, Stjernekigger, um bólkin Swan Lee, og spælifilmarnar, Idealisten og Supervoksen. 1. november 2017 var heimildarfilmur hennara, Vold i kærlighedens navn frumsýndur í filmsleikhúsum kring Danmark, og á altjóða degi fyri avtøku av harðskapi móti kvinnum, 25. november varð filmurin sýndur í Norðurlandahúsinum. Filmurin er hin einasti av sínum slagi í ríkinum, tí Rosendahl er hin fyrsta at sleppa inn um læstu dyrnar í kreppuhúsinum fyri kvinnur, raktar av harðskapi, Danner í Keypmannahavn. Í fimm ár fylgir Rosendahl kvinnum og starvsfólki í húsinum í teirra arbeiði í at sleppa úr harðskapinum, og út aftur í lívið sum heil menniskju. Guðmundur Andri Thorsson er íslendskur høvundi og politikkari. Hann hevur skrivað eina sera vakra bók um kenda pápa sín, Thor Vilhjálmsson, ið á donskum hevur fingið heitið, Og s trille, tulle, rulle vi. Bókin er ein mynd av pápanum, ið var ein sera egin maður, ið bæði var krevjandi, kærleiksfullur, avantgardistiskur, modernaður og sjálvglaður, sum kravdi nógv av teim hann hevði kær. Ikki minst av konuni, ið bæði stóð fyri reinskrivan av handritunum hjá manninum, samstundis sum hon var fulltíðararbeiðandi tíðindakvinna, ansaði børnum og húsi. Vinnarin av Norðurlendsku bókmentavirðislønini, danski høvundin, Kirsten Thorup hevur verið virkin síðan sekstiárini, tá hon debuteraði sum yrkjari. Mest kend er hon tó fyri skaldsøgur sínar, millum annað Jonnabøkurnar, Baby, Bonsai og Himmel og helvede, ið allar hava tað í felag, at tær snúgva seg um sosial viðurskifti, mannalagnan er snúningsdepilin og tað er aloftast tær skeivu verurnar í samfelagnum, ið verða viðgjørdar. Skaldsøgan, Torup fekk bókmentavirðisløn norðurlandaráðsins fyri kallast, Erindrindinger om kærlighed, og snýr seg um móðir, dóttir sambandið, ið hevur avbjóðingar fyri báðar partar. Hann hevur arbeitt í heilsuverkinum í 45 ár, meginpartin av tíðini á Tvøroyri, men seinastu mánaðirnar hava vit sæð hann í starvinum sum fyribilsstjóri á Landssjúkrahúsinum. Í sendingini hesaferð hitta vit Ronnie Midjord og fara eisini aftur um stjóran. Sakaris Storá hevur fingist nógv við film seinastu árini. Í ár hevur hansara nýggi føroyski spælifilmur Dreymar við havið gingið í biografinum. Afturmeldingarnar hava verið góðar, og nú fer ungi skopuningurin víðari út í heim við spælifilminum. Í 25 minuttum hitta vit hesaferð hollendingin Thijs van Leer, sum var høvuðsmaður og tónaskald í bólkinum Focus. Focus var tónleikabólkur, sum vakti stóran ans fyrst í 70 árunum. Bólkurin samansjóaði klassiskt ávirkaðan fusjónstónleik við instumentalan rokktónleik. Nøkur av kendastu løgunum eru perlur, ið hava støðu sum klassikarar eitt nú sangirnir Hocus Pocus og Sylvia. Kringvarpið hitti Thijs van Leer í 25 minuttir, tá ið hann saman við núverandi manningini í Focus vitjaði í Føroyum í heyst. Norski høvundin, Vigdis Hjort, ið hevur fleir enn 20 verk á baki, hevur vakt miklan ans bæði í heimlandinum og í útheiminum við skaldsøguni, Arv og miljø, ið snýr seg um eina arvauppgerð millum fýra systkin. Í orrustuni og í kjalavørrinum á deyða pápa teirra koma viðurskifti undan kavi, sum prógva og minna á, at alt er ikki soleiðis, sum tað sær út á vøkru, óspiltu útsíðuni á familjuni. Millum annað dagar kynsligur ágangur, avvísingar og misskjilingar fram. Fyri Arv og Miljø varð Vigdis Hjort í uppskoti til Norðurlendsku bókmentavirðislønina í 2017. Tað er Landsverk sum hevur gjørt kostnaðarmetingina fyri nýggja bygningin hjá Sjóvinnustýrinum. Tað er tað einasta sum eg havi at halda meg til, og tí er uppskotið lagt fyri løgtingið. Tað sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður, eftir atfinningarnar í løgtinginum í gjár, um, at prísurin helst verður væl hægri Tilfeingisrenta er ikki til í handilsvinnuni, tí hon er ikki grundað á náttúrutilfeingi. Tilfeingisrenta er hinvegin í fiskivinnuni, tí fiskur hevur eitt virði, eisini áðrenn hann er fiskaður. Tað vil siga, at meðan fiskurin svimur undir vatnskorpuni hevur hann eitt virði, sum ikki er menniskjaskapt, men náttúruskapt, og sum fólkið sambært lóg hevur krav uppá. Virðið á fiskatilfeinginum kann tí setast upp soleiðis Ein partur av virðinum er náttúruskaptur, rávøra ein partur verður skaptur av fiskivinnumyndugleikanum, tá ið atgongdin at fiska verður avmarkað veiðirættindi , og ein partur av virðinum verður skaptur av vinnuni sjálvari, tá ið fiskurin verður tikin upp, førdur til lands, og virkaður til eina vøru, sum kann etast ella brúkast á annan hátt. virðisøking Leygardagin var altjóða dagur fyri avtøku av harðskapi móti kvinnum, og hetta setur dám á Nón hesuferð. Vit hitta Christinu Rosendahl, ið hevur leikstjórnað dokumentarfilmin Vold i kærlighedens navn, ið snýr seg um sálarligan harðskap, og hvønn týdning ein tílíkur filmur kann fáa. Vit spyrja Elina Reinert Planck, leiðara á Kvinnuhúsinum, um sálarligan harðskap í Føroyum. Eisini fáa vit vitjan av Súsonnu Skaale, ið er sálarfrøðingur og hevur skrivað bókina Bara hann sló meg. Í heyst var høvið at síggja leikin Ómegd á Tjóðpalli Føroya. Fyrst í seinra tímanum spyrja vit Gunnvá Zachariassen, ið var ein av leikarunum, og Jenny Petersen, stjóra á tjóðpallinum, hví tey settu ein leik um harðskap á pall, og hvønn týdning ein sovorðin leikur kann fáa. Í fjør var GUT Production á palli við leikinum Einaferð var tað eg. Vit spyrja Mariann Hansen, hvør avbjóðingin er, tá tú skalt miðla um harðskap á palli. Og Kristianna Winther Poulsen, ið hevur sett løgmanni fyrispurning viðvíkjandi eitt nú kriminalisering av sálarligum harðskap, vitjar um runda borðið. Tú kanst hoyra sendingina her Ein orsøk til, at tað serliga eru menn, sum fremja kynsligan ágang, er uppaling. Í uppalingini fáa dreingir at vita, at maskulinitetur er at vera aggresivur, at taka fyrsta stigi til sex, at vera dominerandi og ikki leggja í kenslurnar hjá øðrum. Tað sigur mannfólkgranskarin, Kenneth Reinicke frá Roskilde Universiteti. Samrøðan er gjørd, tá hann var í Føroyum í sambandi við altjóða mannfólkadagin tann 19. november. Men tað snýr seg ikki bert um harðligar menn og kvinnulig offur, heldur Súni Poulsen, sálarfrøðingur. metoo snýr seg í stóran mun um happing, heldur hann. Hoyr kjakið við honum, Eydnu Skaale retorikara og fyrrverandi blaðstjóra á Kvinnu og Sunnevu Háberg Eysturstein úr feministiska felagsskapinum Damudomi í Radaranum. Tó slær metoo ikki reiðiliga ígjøgnum í Føroyum. Ein orsøk er, at samfelagið er so lítið, sigur Kári Holm Johannesen, sociologur. Lítil samfeløg eru trek, tá tað kemur til at broyta siðvenju, og tað tekur í heila tikið langa tíð at broyta normar. Hetta ger at tað er ringt hjá kvinnum at traðka fram við navni. Hann sigur, at umskipanin í lógarupskotinum skal tryggja, at stuðulsskipanirnar í ferðavinnuni verða dagførdar soleiðis, at landið er betur ført fyri at taka við teimum nýggju avbjóðingunum og møguleikunum, sum ferðavinnan skapar. Men krøvini frá brúkarunum um meira vistfrøði og djóravælferð hava gjørt, at nøgdin av búr eggum er minkað. Fleiri stórar handilsketur hava eisini gjørt av, at tær selja ikki búr egg longur. Kristianna Winther Poulsen, tingkvinna í Javnaðarflokkinum, reisti spurningin í løgtinginum í gjár, tá hon spurdi løgmann um málið. Kristianna Winther Poulsen greiddi frá teimum upplýsingum, sum vórðu komnar fram í Norðurlandahúsinum á altjóða degnum móti harðskapi móti kvinnum Á tiltakinum kom greitt fram, at umframt likamligan harðskap er eisini sálarligur harðskapur ein stórur trupulleiki. Eingin revsing er fyri sálarligan harðskap, tí hesin er torførur at prógva, segði hon og legði afturat, at 296 av teimum 488 áheitanum, sum Kvinnuhúsið móttók í 2016, vóru vegna sálarligan harðskap. Ein altjóða sáttmáli er, sum fevnir um sálarligan harðskap. Hann eitur Istanbul sáttmálin, og Kristianna Winther Poulsen vildi eisini hava at vita, um ætlanir eru at seta hann í gildi í Føroyum. Tað er ikki eitt mál, sum vit hava arbeitt nakað serligt við á løgmansskrivstovuni, ti eru tað rættiliga umfatandi spurningar, sum eg havi trupult við at svara uppá í einum munnligum fyrispurningi, segði løgmaður. Men teir mundu síggja, at ikki var so álítandi bara at siga frá. Teir varnaðust eisini, at ungdómurin ikki hevði so stóran áhuga í at lurta eftir teimum gomlu. Nógv er komið á blað, so nú sæst, hvussu tað hevur verið, bæði upp og niður, at havt hagan uppi, hvussu hevur gingist við rakstri, skurði og lambatali, og hvussu øll hesi mongu árini hava verið til veður og gróður. Men tónin, sum sopranurin, Audrey Luna, syngur í nýggju operaini eftir Thomas Ad s, The Exterminating Angels, er so høgur, at hann ikki hevur verið sungin fyrr í 137 ára longu søguni hjá the Metropolitan Opera. Guðrun Sólja, sanglærari sigur, at tað ikki altíð er musikalskt, tá farið verður heilt upp í hæddirnar, men tað er gott hjá sangara at spenna víða, tí tað gevur viðkomandi fleiri møguleikar í sanginum. Valmøguleikarnir eru hesir Í Faðirsins, sonarins og heilaga anda. Ella Í Guds navni Faðirins, sonarins og heilaga anda Ella tað, sum hevur elvt til kjak Í navni gudi tí trí einda Tað, at prestar í Svøríki nú sjálvir kunnu avgera, hvussu teir velja at tittulera Gud, hevur elvt til kjak, tí hevur tað yvirhøvur nakað at siga, hvat kyn um nakað Gud hevur Við á fundinum eru formenninir í samgonguflokkunum og stóru andstøðuflokkunum á løgtingi Aksel V. Johannesen, Høgni Hoydal, Poul Michelsen, Bárður Nielsen og Jørgen Niclasen. Vinnan verður umboðað av Annfinni Olsen, stjóra í Framherja og formanni í Reiðarafelagnum, Jákupi Jacobsen, stjóra á Varðanum, Jóni Rasmussen, umboð fyri Christian í Grótinum og Norðborg, og Ludvík við Stein, sum er útgerðarmaður á fleiri fiskiskipum. Haraftrat fara royndir, fyrrverandi politikarar at umrøða politiska handverkið. Teir eru eru Jóannes Eidesgaard, Torbjørn Jacobsen og Bjarni Djurholm. Kjakast verður millum annað, um uppskotið hjá samgonguni tryggjar atkomiligheit í vinnuna, og um tað tryggjar ta tilfeingisrentu, sum landsstýrið vil hava. Lógin fer millum annað at geva heimild til at avmarka innflutningin av plantum fyri at sleppa undan, at tær og kyktini, sum koma við teimum inn í landið, gera skaða á føroysku náttúruna. Tað segði Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, í løgtinginum í gjár, tá hon svaraði einum munnligum fyrispurningi frá Sonju Jógvansdóttur, løgtingskvinnu. Evnið, pædofili er eitt stórt tabu í flest øllum samfeløgum, og tí er umráðandi at fáa fólk at skilja hvussu vit tosa um skemmaran, sum fremur skemdargerðina. Tað er Bituff, sum skipar fyri temakvøldum um seksuella ágnag, serliga móti børnum. Hetta temakvøldið fer at snúgva seg um skemmaran við ástøði um pædofili, siðamisbrot, skemmaran, sum ikki er pædofilur og miðlaviðgerð av evninum. Tað er umráðandi, at allir flokkar eru samdir um tað, sum føroyingar krevja og áseta sær sum kvotu, segði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, tá hann í gjár svaraði einum munnligum fyrispurningi frá Jacob Vestergaard, løgtingsmanni, um samráðingarnar millum strandarlondini um uppsjóvarfisk. Føroysku Barentshavstrolararnir hava góðar møguleikar at virka, eisini næsta ár, tá fiskivinnunýskipanin kemur í gildi, sigur Høgni Hoydal landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Eitt tilmæli frá ICES um at minka fiskiskapin í Barentshavinum 13 prosent næsta ár. Ein politisk ætlan um at selja 25 prosent av føroysku kvotunum í Barentshavinum. Og ein politisk ætlan at luta sjey prosent av Barentshavskvotunum út sum menningarkvotur. Við nevndu fortreytum minka kvoturnar hjá JFK úr 13.000 tonsum í ár niður í 7.700 tons næsta ár. Kvoturnar hjá Framherja minka úr 9.000 tonsum niður í 5.300 tons og kvoturnar hjá Enniberg minka úr 7.000 tonsum niður í 4.100 tons. Harvið hvørvur grundarlagið undir eina skipinum hjá JFK, meðan Enniberg bara hevur kvotur til hálvt ár, sambært reiðarunum sjálvum. Henda støðan fekk í oktober mánað Jógvan á Lakjuni, løgtingsmann fyri Fólkaflokkin, at seta landsstýrismanninum ein fyrispurning um støðuna fyrst munnliga og síðani skrivliga. Landsstýrismaðurin upplýsir, at hann veit ikki neyvt, hvussu stórar føroysku kvoturnar vera næsta ár, tí samráðingarnar eru ikki lidnar enn. Men av tí at Norra og Russland hava fylgt ICES tilmælinum og lækka sínar heildarkvotur 13 prosent, so verður talan um sera truplar samráðingar, ásannar Høgni Hoydal. Í svarinum til Jógvan á Lakjuni sigur Høgni Hoydal, at ongar ætlanir eru um at seta botnfiskakvotu í Barentshavinum av til menningarætlanir næsta ár. Hetta hóast landsstýrismaðurin í lógaruppskotinum um fyrisiting av sjófeingi fær heimild til at seta av upp til sjey prosent av heildakvotuni til menningarkvotur. Av tí at landsstýrismaðurin ikki veit, hvussu stór føroyska kvotan í Barentshavinum verður næsta ár, so tekur hann í svarinum til Jógvan á Lakjuni støði í, at heildarkvotan verður tann sama næsta ár. Men, sigur landsstýrismaðurin hesi trý reiðarí hava framvegis møguleika at bjóða uppá tey 25 av heildarkvotuni, sum eftir ætlan verða seld á uppboði. Tað verður gjørt av í eini kapping um at bjóða. Undir øllum umstøðum hava skipini góðar møguleikar at virka og fáa sum mest burturúr, skrivar Høgni Hoydal í svarinum til Jógvan á Lakjuni. Ein ungur maður varð álopin og sligin niður, og løgreglan stendur mest sum á berum og vil tí hava hjálp frá fólki, sum vóru í økinum og møguliga hava sæð eitt ella annað, sæst í tíðindaskrivi frá løgregluni. Maðurin, sum løgreglan eftirlýsir, er føroyingur, umleið 25 ár, umleið 185 cm, vanliga bygdur, ílatin gráa opna hettutroyggju, svarta blusu T shirt, cowboybuksir og renniskógvar. Maðurin hevði hettu og hevði ein gráligan kepp innanundir. Hann hevði onki skegg men møguliga skeggstubbar, og hann hevði markanta høku og kjálkabein. Johnny í Grótinum hevur í dag kunnað tíðindadeildina í Kringvarpi Føroya um, at tíðindaleiðarin er frítikin fyri at møta til arbeiðis næstu dagarnar. Hann váttaði samstundis, at Liljan Weihe hevur fingið ætlanarskriv, men vil ikki viðmerkja innihaldið í hesum annað enn, at tíðindaleiðarin er frítikin fyri at møta til arbeiðis í nakrar dagar. Hann segði somuleiðis, at ætlanarskrivi skal síggjast í sambandi við greinarnar í Sosialinum fyri viku síðani, sum millum annað viðgjørdu tvey skriv frá tíðindaleiðaranum til stýrið um, at stjórin leggur seg ov nógv út í journalistisku viðgerðina og at hann skal hava ein gegnistrupulleika í samband við viðgerðina av skattafrádráttinum hjá Eik Banka, sum í dag eitur Betri Banki. Liljan Weihe váttar, at talan er um ætlanarskriv um uppsøgn, og at uppsøgnin í ætlanarskrivinum er grundað á illoyalitet. Har stendir millum annað Orsøkin til uppsøgnina er, at stjórin kann ikki góðtaka tygara illoyala atburð móti stjóranum, móti stovninum, sum millum annað er komið til sjóndar seinastu dagarnar. Tann 23 ára gamla Annika Samuelsen er á forsíðuni á Ó blaðnum, tí hon ert fødd drongur, men følir seg sum konufólk og sær eisini í dag út sum konufólk. Fyri tveimum árum síðani tók eg endaliga støðu. Tá hevði eg í nógv nógv ár vitað, at eg var ein genta, sjálvt um eg sá út sum ein drongur, fortelur Annika Samuelsen. Tað hevur havt sínar avbjóðingar, og tað hava verið nógvir upp og niðurtúrar, men tá samanumkemur, hevur familjan verið ógvuliga stuðlandi, siugr Annika Samuelsen. Eg síggi ofta, at fólk hyggja eitt sindur øðrvísi eftir mær í dag, men tað skilji eg væl, tí nú líkist eg ikki Róa meir, men síggja út sum eitt konufólk, sigur Annika Samuelsen. Fólk skulu vita, at eg eri so nógv meir enn bara tvørkynd. Eg eri í ferð við at útbúgva meg í marknaðarførslu, og havi áhugamá sum flest onnur, heldur Annika Samuelsen fyri. Johnny í Grótinum hevur í dag kunnað tíðindadeildina í kringvarpinum um, at tíðindaleiðarin er frítikin fyri at møta til arbeiðis næstu dagarnar. Hann váttaði samstundis at Liljan Weihe hevur fingið ætlanarskriv, men vil ikki viðmerkja innihaldið í hesum, annað enn at tíðindaleiðarin er frítikin fyri at møta til arbeiðis í nakrar dagar. Hann sigur, at hetta skal síggjast í sambandi við greinarnar í Sosialinum fyri viku síðani, sum millum annað viðgjørdu tvey skriv til stýrið um, at stjórin leggur seg ov nógv út í journalistisku viðgerðina og at hann skal hava ein gegnistrupulleika í samband við viðgerðina av skattafrádráttinum hjá Eik Banka nú Betri Banka. Liljan Weihe váttar, at talan er um ætlanarskriv um uppsøgn, og at uppsøgnin í ætlanarskrivinum er grundað á illoyalitet. Her stendir millum annað Orsøkin til uppsøgnina er, at stjórin kann ikki góðtaka tygara illoyala atburð móti stjóranum, móti stovninum, sum millum annað er komið til sjóndar seinastu dagarnar. Hann er 51 ára gamal og er útbúgvin cand. merc í búskaparfrøði, við fíggjarstýring sum sergrein, frá Copenhagen Business School. Jóanis Erik Køtlum hevur drúgvar arbeiðs og leiðsluroyndir á strategiskum stigi innan sjúkrahúsverk. Hann hevur millum annað verið stjóri á Landssjúkrahúsinum, deildarstjóri og virkandi aðalstjóri í Heilsumálaráðnum, og stjóri í grønlendska heilsuverkinum. Heilsumálaráðið sigur, at Jóanis Erik Køtlum hevur stórt innlit í sjúkrahúsverkið og tær avbjóðingar, sum eru, í sambandi við fráboðaðu tiltøkini í menningarætlanini fyri sjúkrahúsverkið. Hetta sigur Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, í svari til skrivligan fyrispurning, sum Gerhard Lognberg í Sambandsflokkinum setti 18. oktober, tá hann var varamaður á tingi. Henrik Old sigur, at í 2008 og 2009 var Ternan hitt skipið, sum sigldi saman við Teistanum, men flestu ferðafólk ferðaðust við Teistanum, tí hann ber seg betur í fjørðinum. Henrik Old svarar, at frá september til apríl ber ikki til at seta Ternuna í sigling um Skopunarfjørð uttan so, at undantak fæst frá Sjóvinnustýrinum, og Strandferðslan fær útvegað eitt eykaskip til Nólsoyarleiðina. Strandferðslan kann biðja Sjóvinnustýrið um undantaksloyvi við ávísum avmarkingum, um Ternan brádliga noyðist at loysa Teistan av, meðan Skopunarfjørður er b øki. Tílíkt loyvi varð givið, tá Teistin bar við land á Gomlurætt í fjør. Loyvi fekst tó ikki, tá Teistin herfyri var fyri óhappi og lá ein fyrrapart, tí tað viðraði so illa. Arbeitt verður í løtuni við eini varandi skipan, og landsstýrismaðurin sigur seg vóna at kunna boða nærri frá hesum út ímóti vári. VÍF er nýtt oddalið í kvinnukappingini í hondbólti. Vestmenningar staðfestu í gjárkvøldi, hví tær skulu roknast sum ein av Fm biðlunum í ár Støðan 1.VÍF 10 dystir 19 stig 2.VB 11 dystir 18 stig 3.Kyndil 10 dystir 16 stig 4.Neistin 12 dystir 11 stig 5.H71 10 dystir 6 stig 6.Stjørnan 10 dystir 4 stig 7.StÍF 11 dystir 0 stig Tey eru fleiri og fleiri, ið brúka sonevndu ljóðbøkurnar. Vit skifta orð við Sjúrð Ravnsfjall frá forlagnum Sprotin, Steintór Rasmussen, rithøvund, og Arna Zachariassen, sum í stóran mun ger nýtslu av ljóðbókum. Í samband við at Christianskirkjan í 2013 rundaði tey fimti, varð listarmaðurin Edward Fuglø biðin um at gera eitt listarverk til kirkjukjallaran, og úrslitið gjørdist tíggju rundir træskurðir. Og nú hevur Nils Ohrt skrivað bók um hesi listarverk. Í gjárkvøldið varð skreytbókin Boðskapurin í trænum løgd fram í Christianskirkjuni. Og Nón var á staðnum. Ragnar Finsson er ungur føroyskur tónleikari, sum í løtuni nemur sær tónleikaútbúgving í Svøríki. Og vit leggja út í seinra hálvleiki við einari samrøðu við Ragnar, sum 1. desember letur úr hondum nýggju fløguna As the sun sinks down. Og í Eygleiðingini, sum verður mannað av Selmu Ellingsgaard og Siri Tórgarð, verður evnið pensiónsnýskipan og politikkarapensiónir. Tú kanst hoyra sendingina her Sangirnir, ið royna seg ígjøgnum Nálareygað, eru hesir. Men skjøl, sum Kringvarpið hevur fingið innlit í, vísa, at Mentamálaráðið heldur, at Fróðskaparsetrið dugir ikki nóg væl at stýra rakstrinum. Hann hevur fyrr verið stjóri á Landssjúkrahúsinum, deildarstjóri og virkandi aðalstjóri í Heilsumálaráðnum og stjóri fyri grønlendska heilsuverkið. Tað hevur javnan verið órógv á Landssjúkrahúsinum seinastu árini. Har hava verið fleiri stjóraskiftið, og tað hava vanta pengar í heilum. Men Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, er sinnað at áseta eitt mark, um kommunurnar ikki sjálvar skjótt bøta um trupulleikan. Roykvarnar kunnu bjarga mannalívi og tað kann Rasmus Olsen sannað. Rasmus, sum býr í Havn, vaknað seint eitt fríggjakvøldið, fyri umleið einum ári síðan, av at roykvarnararnir fóru at ýla. Rasmus náddi frá sovikamarinum og út í tún og so minnist hann ikki meira. Rasmus sigur, at hevði hann ikki havt roykvarnarar í húsinum, hevði hann ikki verið á lívi í dag. Hans David Hansen, átaksleiðari hjá Tórshavnar sløkkiliði sigur, at tað er gott at hava ein fastan dag, eitt nú 1. desember, at skifta battaríini í varnarunum, tí so veit man, at varnararnir virka sum teir skulu, um tað verður neyðugt. Eisini heldur Hans David, at fólk eiga at skifta varnararnar út umleið 10. hvørt ár. Tað sigur Mentanarnevndin hjá løgtinginum, sum hevur viðgjørt uppskotið hjá landsstýriskvinnuni um, at tað í ávísum førum skal bera til at víkja frá kravinum um landsroyndir. Nevndin hevur tosað við Kommunufelagið, Heim og Skúla, Námsvísindadeildina á Fróðskaparsetrinum, Lærarafelagið, Skúlaleiðarafelagið og landsstýriskvinnuna í mentamálum. Hoyringin gav ábendingar um, at semja er um, at landsroyndir eiga at halda fram, men brúk er fyri skotbrái at finna røttu KT loysnina og eftirmeta landsroyndirnar sum heild. Fíggjarnevndin játtaði seks milliónir krónur, so landið saman við Bakkafrosti kundi bjarga føroyska laksinum, sum annars hevði farið fyri skeytið. Stýriskipanin sigur, at játtanir, sum Fíggjarnevndin letur við fíggjarnevndarskjali, skulu staðfestast í løgtinginum við eykafíggjarlóg. Hugsa vit um kapping frá nýggjum reiðarum, so hava fýra tey størstu reiðaríini yvirhøvur einki at óttast, sigur Eyðfinn Reiðberg, siviløkonomur og fyrrverandi stjóri í Norðoya Sparikassa í samrøðu við Sosialin. Varðin, JFK, Palli hjá Mariannu og Framherji fáa einans kapping, um fáu føroyingarnir, sum eiga nógvar pengar, velja at fara inn í vinnuna, ella um vit hava føroyingar, sum virka sum strámenn fyri útlendskar fyritøkur, sigur hann. Nettosølan er vaksin við 60 prosentum frá 2012 til 2016. Somuleiðis er framleiðslukostnaðurin vaksin við 60 . Og lønarútreiðslurnar eru eisini vaksnar við smaúm 60 hetta tíðarskeiðið. Og undir einum er ársúrslitið hjá fýra teimum størstu reiðaríunum í Føroyum vaksið heili 232 og eginpeningurin 177 . Hendan áralanga framgongdin er eindømi, tá tað kemur til fíggjarlig úrslit, sigur Eyðfinn Reyðberg við Sosialin. Hann leggur afturat, at hesin parturin av fiskivinnuni næstan ikki tørvar bankar at fíggja íløgur, men kann fíggja íløgurnar sjálvur. Vanligt er, at tað tekur eini 12 15 ár at afturgjalda nýggj skip. Í hesum førinum høvdu reiðaríini klárað tað eftir í mesta lagi 4 5 árum, sigur Eyðfinn Reyðberg. Tí eingin annar hevur nakran kjans at koma inn í kappingina, sigur Eyðfinn Reyðberg, siviløkonomur og fyrrverandi sparikassastjóri við Vikuskiftissosialin. Hesin dagur man vera ein tann ringasti dagur til storm og kavarok, sum fólk vita um í Føroyum. Tað siga tær ólukkur, sum hendu bæði á sjógvi og landi, alt um. Toftamenn vóru á útróðri, tá ódnarveðrið brast á seinnapartin. Pápi Sørin Heinesen var ein av monnunum, og Sørin skrivaði eina frásøgn um dagin hjá hesum toftamonnum. Læknastjórin á Landssjúkrahúsinum, Johan Jansson, váttar, at samstarvið við íslendska læknan, Krístján Skúla Ásgeirsson, heldur uppat sum frá líður. Jan Jansson sigur, at Kristján Skúli Ásgeirsson heldur tó fram at viðgera teir sjúklingar, sum hann hevur her, til tann viðgerðin er liðug. Jan Jansson sigur, at nú er gongdin tann, at Landssjúkrahúsið meira og meira hevur samstarv við stór universitetssjúkrahús uttanlands, fyrst og fremst í Danmark, tí læknarnir gera seg meira og meira serkønar í ávísum parti av sjúkum. Hjá Krabbameinsfelagnum ræður fyrst og fremst um, at sjúklingarnir fáa ein góða viðgerð og kenna seg tryggar, sigur forkvinnan í felagnum, Durita Tausen. Vesturkirkjan verður karmur um forkunnuga konsert leygardagin 2. desember, tá Teitur Lassen fer at syngja sálmar, hann sjálvur hevur skrivað. Hetta er púra nýtt fyri meg meg , sigur sangarin, sum hevur førkað seg frá rokktónleikara til singer songwriter til partiturkomponist og nú altso til sálmaskald. Tekstirnir snúgva um tað átrúnaðarliga við einum gerandisvinkli , leggur Teitur afturat. Einaferð lærdi eg meg koralharmonisering, og tað kemur mær til góðar nú , sigur Teitur. Hoyr innslagið, sum varð sent í Vikuskiftissendingini, her. Janus Gunnarsson, sum eigur og rekur Myndaboks í Dr. Jacobsensgøtu, er ein av fyriskiparunum. Býráðið hevur verið so beinasamt at heingja vakurt jólapynt upp í gøtuni , sigur handilsmaðurin, sum er fegin um samstarvið við kommununa. Hoyr Innslagið, sum varð sent í vikuskiftissendingini, her. Tann 13. oktober kunngjørdi Kringvarpið, at allir spældir gekkaseðlar eisini vóru lutaseðlar í einari kapping um ein Mercedes bil, og í kvøld endaði kappingin. Tann gekkaseðilin sendi omman inn, og var tað júst hesin seðil, sum varð fiskaður upp úr ein stórum bunka av gekkaseðlum. Johnny í Grótinum, Kringvarpsstjóri, fann vinnaraseðilin, og hann fortaldi, at upp ímóti 80.000 gekkaseðlar vóru við í kappingini um bilin. Skattabroytingin verður mett at vera størsta afturstigið fyri sjúkratryggingina hjá undanmanninum í Hvítu Húsunum, Barack Obama ta sonevndu Obama care. Nú skal broytingin eisini samtykkjast í Umboðsmannatinginum, áðrenn forsetin skal skriva undir lóggávuverkið, ið tá kemur í gildi. Upsskotið mælir til, at framskunda ætlanina at byggja bú og umlættingarheim í Tórshavn til børn og ung við autismu. Eitt heim, ið eisini inniheldur dagtilboð. Í uppskotinum til samtyktar vísir Miðflokkurin á, at landsstýriskvinnan við almannamálum hevur sent til hoyringar eitt lógaruppskot um bu og viðgerðarstovn til børn og ung við autismu til hoyringar. Einum bústovni, sum bæði kann ru ma bu pla ssi, umlættingarpla ssi og stuðulstilboðum i gerandisdegnum. Verandi bu stovnar eru i ringum standi og eingi tøk pla ss eru i skipanini til bra ðfeingis bu pla ss. Tað er ov leingi at bíða, heldur Miðflokkurin, sum tí vil hava løgtingið at biðja landsstýrið framskunda byggingina, frá 2023 til 2019. Landsstýrismaðurin var sjónliga illur um, at Danmark hevur ógildað eina samstarvsavtalu, sum Føroyar, Grønland og Ísland gjørdu í summar ta sonevndu Útnorðuravtaluna, sum leggur samstarvið millum londini í skipaðar karmar. Grønlendska landsstýrið møtti á ráðstevnuni í Keypmannahavn í gjár, og í Grønlandi skilja tey ikki avgerðina hjá Poul Michelsen um at halda seg burtur. Tað er ikki grønlendskur politikkur at halda seg burtur frá einum møguleika at samstarva um tingini, sigur Aqqaluaq B. Egede, landsstýrismaður í fíggjar og skattamálum, við grønlendska kringvarpið. Sonevndu arktisku strandarlongini Kanada, Danmark íroknað Grønland og Føroyar Norra, Rusland og USA eru partur av semjuni, saman við ES, Íslandi, Japan, Kina og Suðurkorea. Men við avtaluni binda londini seg tó til at IKKI at fiska í einum øki, sum er tilsamans 2,8 milliónir ferkilometrar til støddar. Tað er áleið støddin á Miðjarahavinum. Sambært bretska kringvarpinum er talan í stóran mun um eitt øki, sum fyrr var undir ísi, men sum við globalu upphitingini kann gerast eitt attraktivt fiskimið. Men enn finst lítil og eingin vitan um vistfrøðina og møguligar fiskastovnar í økinum. Fyri at binda um heilan fingur, meðan vitanin verður fingin til vega, hava londini sett sær fyri at friða hetta økið fyri óskipaðum fiskiskapi, næstu 16 árini. Við avtaluni vísa vit heiminum, at til ber at semjast um reglur, áðrenn fiskiskapurin fer ígongd, og áðrenn vit møguliga koma at gera stóran skaða á fiskastovnarnar. Víðari sigur Anders Samuelsen í tíðindaskrivinum frá danska uttanríkisráðnum, at talan hevur verið um gott og konstruktivt samstarv millum Grønland, Føroyar og Danmark í teimum samráðingum, ið liggja til grund fyri avaluni. Avtalan bindur partarnar til ikki at fara undir fiskiskap í økinum, fyrr enn neyðuga vitanin um fiskastovnarnar er fingin til vega. Henda vitanin skal fáast í eini felags granskingarætlan. Um hugt verður eftir tí øki, avtalan fevnir um tilsamans 2,8 milliónir ferkilometrar so er talan um stórstu fiskivinnuavtalu av sínum slag, ið er gjørd, enntá áðrenn fiskiskapurin hevur tikið seg upp. Spurningarnir í sendingini snúgva seg hesaferð eisini um, hvussu lurtari skal fyrihalda seg til jólagávur til børn, man ikki býr saman við, um Facebook avbjóðingina sjey myndir í sjey dagar, og um jólakalendarar. Kapping er um at gita føroyskar jólasangir, áðrenn tosað verður um brunatrygd, nú vit hava livandi ljós allastaðni. Eisini fáa leiðarar góð ráð, áðrenn teir skulu til jólafrokost, og vit hava vitjan av Tóru við Keldu, forkvinnu í MBF og danska gesti hennara Jakob Nossel, journalist, stand up komikara og ráðgeva, sum skal halda fyrilestur í Løkshøll á altjóða brekdegnum sunnudagin. At enda fóru vit framvið tá fimleikaliðið Loppurnar vandu, og fingu eitt prát við venjaran Nenu Jákupsdóttir og íðkaran Súsonnu Johannesen. Føroyar og Russland skrivaðu fríggjadagin undir fiskiveiðiavtalu fyri 2018, eftir at samráðingar hava verið í Havn 30. november og 1. desember. Hetta var 41. fundurin í felags russisku føroysku fiskivinnunevndini, og 27. november í ár vóru 40 ár liðin, síðani fyrsta sínámillum fiskiveiðiavtalan varð undirskrivað millum londini. Mynstrið hevur vanliga verið, at Føroyar hava latið Russlandi uppsjóvarfisk í føroyskum sjógvi afturfyri botnfisk í russiskum sjógvi, og avtalan fyri 2018 er einki undantak. Botnfiskastovnarnir í Barentshavinum eru í minking, og merkti hetta eisini avtaluna millum Føroyar og Russland fyri 2018. Føroyska toskakvotan í russiskum sjógvi verður 16.800 tons og hýsukvotan 1.680 tons í 2018. Talan er um eina lækking á 12,5 í mun til í ár. Kvoturnar av flatfiski og rækjum verða óbroyttar, og verða tær ávikavist 900 tons og 5.000 tons. Russiska kvotan av svartkjafti í føroyskum sjógvi í 2018 verður óbroytt 81.000 tons, ímeðan ein niðurskurður er í russisku kvotunum av makreli og norðhavssild. Russiska makrelkvotan í føroyskum sjógvi verður 13.600 tons, umframt hjáveiðu av í mesta lagi 9.100 tons av sild. Russland fær eisini atgongd at fiska part av svartkjaftakvotuni í føroyskum sjógvi, sum Russlandi verður tillutað at fiska í altjóða sjógvi í 2018. Endalig semja er ikki gjørd hesum viðvíkjandi enn, og ítøkiliga nøgdin verður tí avgjørd umvegis samskifti seinni. Russland tekur nú undir við, at eitt føroyskt rækjuskip kann fiska á norðaru leiðunum, eftir at londini hava havt formligt brævasamskifti hesum viðvíkjandi. Hóast talan ikki er um loysnir, sum ganga øllum føroyskum ynskjum á møti, er talan um eitt stig rætta vegin, verður sagt í tíðindaskrivi frá Fiskimálaráðnum. Sambært arbeiðsgevarunum hevur drúgva sáttmálatrætan við Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar herfyri víst, at eitt hol er í ásetingini um fráboðanarfreist fyri verkfalli, sum annars er 48 tímar. Gudstænastan, sum byrjar klokkan 16, verður í ensku kirkjuni, St. Edmunds Church, Møllergata 30 í Oslo. Hendan kirkjan hevur verið brúkt til føroysku jólagudstænastuna í fleiri ár. Gudstænastan, sum vinafelagið Norsk færøysk lag skipar fyri, hevur verið hildin á hvørjum ári siðani fyrst í nítiárunum. Tað var spanski forsætisráðharrin, Mariano Rajoy, sum koyrdi Katalansku stjórnina frá eftir valið 1. oktober, har atkvøtt varð um Katalonina skuldi verða sjálvstøðugur statur í Spanien. Spanski forsætisráðharrin segði, at valið var ólógligt og koyrdi tí Katalansku stjórnina til hús. Hetta skrivar heimasíðan hja DR. Fleiri teirra, sum sótu í Katalansku stjórnini flýddu úr landinum, flestu teirra til Belgiea, tí tey vóru bangin fyri ikki at fáa rættvísa viðgerð í Spanien. Spanski forsætisráðharrin, Mariano Rajoy, hevur útskrivað val í Kartalanska landspartinum at verða 21. desember, hetta fyri at fáa støðuna afur á beint, sum hann málber seg. Bill kom til B68 á fyrsta sinni í 2006, har hann fyrst tók sær av ungdómsarbeiðinum í felagnum, og so seinni tók sær av besta liðinum, har hann í 2009 megnaði at fáa besta liðið uppá eitt 5. pláss í bestu deildini. Bill Mc. Leod Jacobsen hevur eisini vant fleiri U landslið gjøgnum árini. hetta skrivar B68 á heimasíðuni i gjár. Fyrisitingin hjá amerikanska presidentinum, Donald Trump, hevur tikið USA úr sáttmálanum hjá ST um at betra um handfaringina av flóttafólkamálum og kreppum. Allir 193 limirnir í ST tóku annars undir við politiska sáttmálanum, sum skal taka hond um tey menniskju, ið flýggja vegna kríggj, náttúruvanlukkur og neyð. Øll lovaðu tey at tryggja flóttafólkum rættindi, hjálpa teimum við bústaði og tryggja, at tey hava atgongd til útbúgving og arbeiði. Hesin politiski sáttmálin er ikki í tráð við hugsjónirnar hjá Trump fyrisitingini viðvíkjandi migratión, sum sjálv vil gera av, hvussu tey umsita landamørkini, og hvørjum tey loyva at koma inn í landið. USA við Trump fyrisitingini á odda, hevur tikið seg úr fleiri altjóða sáttmálum og avtalum, til dømis verðurlagsavtaluni í París frá 2015, og fyri stuttum tóku teir seg úr UNESCO ein felagsskapur undir ST, sum skal fremja heimsfrið og virðing fyri mannarættindum tí Trump fyrisitingin helt UNESCO vera anti ísraelskt . Vinnunevndin hevur fund mánadagin klokkan 9 og týsdagin klokkan 9.15 og báðar dagar stendur uppskotið um fiskivinnunýskipan á skrá. Ein mánaður er nú liðin, síðani harutíðin byrjaði. Eyðfinn Magnussen, lektari í lívfrøði á Náttúruvísindadeildini, skrásetir haruveiðuna í Føroyum. Sambært honum er hetta eitt gott ár. Í gjár setti Vár Erlingsdóttir Eidesgaard tvey nýggj føroysk met. Eitt í 200 metrum frí við tíðini 2 02.18. Sára Nysted átti metið áðrenn, sum var 2 02.60. Síðani eitt met í 100 metrum frí við tíðini 56.98 sekund, og har átti Vár sjálv metið áðrenn, og hon gjørdist við tí metinum eisini fyrsta føroyska kvinnan undir 57 sekund á 100 metra teininum. Umframt Vár hevur Signhild Joensen eisini sett tvær ferðir føroyskt met í 100 metra ryggsvimjing fyrradagin, og í kvøld setti hon føroyskt met og vann gull í 200 metrum rygg. Óli Mortensen setti nýtt persónligt met og vann gull í 1500 metra frísvimjing fyrradagin. Hesin dagur man vera ein tann ringasti dagur til storm og kavarok, sum fólk vita um í Føroyum. Tað siga tær ólukkur, sum hendu bæði á sjógvi og landi, alt um. Fleiri fólk lótu lív og onnur komu illa fyri. Eitt nú fór stórt lið at leita eftir tveimum hvalbingum, sum vóru á veg til hús av Tvøroyri. Annar doyði úti. Hin varð bjargaður. Bretski forsætisráðharrin, Theresa May, skal í dag á fund í Bruxelles við formannin í ES nevndini, Jean Claude Juncker. Endamálið við fundinum er at fáa veruliga gongd á samráðingarnar ímillum partarnar, nú Bretland ætlar sær úr samveldinum. Roknað verður við, at May fer at leggja eitt ítøkiligt uppskot fyri formannin í ES nevndini, sum skal umrøðast á toppfundinum í ES, sum verður um 10 dagar. The Telegraph skrivar, at partarnir eru samdir um, at Bretland skal rinda millum 45 og 55 milliardir evrur, svarandi til 337 til 412 milliardir krónur. Hildið verður, at Bretland vildi sleppa við at rinda 40 milliardir evrur, samstundis sum ES kravdi 60 milliardir evrur. Og tí eru partarnir samdir um nakað meir til Bretland at rinda, men ES fær ikki so nógv sum samveldið kravdi. Í ár er tað felagskapurin, sum arbeiðir fyri at beina fyri øllum kjarnorkuvápnum, Ican, sum fær friðarheiðurslønina. Og tað er júst framferðin hjá Ican, sum fær tey trý kjarnorkuveldini at halda seg burtur, tí arbeiðið er ikki í tráð við gongdina í heiminum, siga londini. Kjarnorkuhóttanin er álvarsligari nú, enn hon hevur verið í nógv ár, serliga eftir at Norðurkorea hevur sprongt fleiri rakettir og sigur seg vera ført fyri at senda rakettir, sum kunnu raka USA, og at tær eru løddar við kjarnorku. Orðadrátturin ímillum USA og Norðurkorea herðist, og í farnu viku segði ST sendiharrin hjá USA, Nikki Haley, at Norðurkorea verður lagt í oyði, um kríggj brestur á. Hóast spenningurin er stórur, so fer amerikanski sendiharrin ikki til hátíðarhaldið í Oslo, men onkur annar fer at umboða landið, sigur amerikanska sendistovan í Oslo. USA sigur seg taka undir við at minka um kjarnorkuvápnini í heiminum, men landið er ikki nøgt við, at Ican fær heiðurslønina, samstundis sum kjarnorkuspenningurin í heiminum økist. Rakettin varð skotin týsdagin í farnu viku, og hon skal hava ferðast 4.400 kilomatrar yvir jørðini. Er tað rætt, so fleyg hon 10 ferðir hægri enn altjóða rúmdarstøðin, ISS. Og tí eru serfrøðingar samdir um, at um hon fleyg lægri, so hevði hon so at siga kunnað rakt mál á eysturstrondini í USA og eisini nærum øll mál á jørðini. Serfrøðingar eru á einum máli um, at støðan er spentari enn nakrantíð, og at dubbingin sum Norðurkorea stendur fyri, má takast í størsta álvara. Norska alivinnan fegnast nú tað vísir seg,at verulig gongd er komin á aftur útflutningin av laksi til Kina. Í farnu viku seldu norsku alararnir 216 tons av laksi til Kina, og tað er munandi meira enn tey um 40 tonsini, sum eru seld um vikuna, seinastu tvey árini. Kina avmarkaði innflutningin av norskum laksi, eftir at norska Nobel nevndin í 2010 gav friðarheiðurslønina til norska andstøðingin, Liu Xiaobo. Avgerðin hevði við sær, at Kina lat norskan laks liggja á goymslu í langa tíð, so hann ikki var toll avgreiddur, og útflutningurin minkaði spakuliga. Í mai í ár gjørdi norski fiskimálaráðharrin, Per Sandberg, eina nýggja avtalu við kinesisku myndugleikarnar, og tað fekk gongd á aftur útflutningin. Tað hevur kortini tikið drúgva tíð at fáa veruliga gongd á, men nú tykist ein endalig loysn at vera funnin. Nú verður norskur laksur útfluttur bæði til Beijing og Shanghai, og tí tykist verulig gongd at verða komin á aftur norska útflutningin til Kina, sigur umboðsmaðurin hjá Noreg í Kina, Sigmund Bjørgo. Uppskotið kundi ikki viðgerast upprunaliga, tí kommunurnar noktaðu at rinda tær góðar 25 milliónirnar, sum ábótin fer at kosta teimum. Samráðingar hava síðani verið millum landsstýrið og kommunurnar, men enn er eingin semja gjørd um rokningina. Óvissan hevði fyrrapartin við sær, at mong tingfólk góvu ilt av sær, tí uppskotið ikki var búgvið at viðgera. Og sjálvt forkvinnan í fíggjarnevndini, Ruth Vang, sum er partur av samgonguni segði, at hon sum er hvørki kann siga ja ella nei til uppskotið, fyrr enn greiða er fingin á, hvussu rokningin skal rindast Men hon segði, at umframt, at kommunurnar fara at fáa størri fíggjarligt rásarúm við komandi pensjónsnýskipanini, so hava tær eisini fingið uppskot um, at tær næsta ár skulu fáa burtur av veiðigjaldinum, sum skal takast av tí partinum av fiskatilfeinginum, sum ikki verður selt á uppboðssølu. Uttan mun til hvat hendir, so verður frákoyrdi forsetin verandi í Belgia til eftuir 21. desember, og tað vera fýra av ráðharrum hansara eisini, sigur advokaturin. Og tað er ikki óvist at teir verða verandi í Belgia til eftir hálvan januar. Spanksi forsætisráðharrin koyrdi Puigdemont frá, eftir at hann hevði lýst Katalonia sjálvstøðugt eftir eina fólkaatkvøðu 1. oktober. Teir bíða nú eftir avgerðini hjá einum belgiskum dómstóli um at senda teir aftur til Spania, sum vil hava teir útflýggjaðar til rættarsón. Eitt sakarmál sum kann geva teimum fongsulsrevsing í nógv ár. Advokaturin sigur seg vera sannførdan um, at forsetin og ráðharrarnir fara at kæra avgerðina hjá belgiska dómstólinum, um hon gongur ímóti teimum. Roknað verður við at báðir partar fara at kæra eina møguliga avgerð, og tí kann málið við belgiska dómstólin vara í fleiri mánaðir, siga keldur í Bruxelles. Samstundis er frákoyrdi forsetin og aðrir ráðharrar farnir undir valstríðið uppundir valið 21. desember. Frákoyrdi forsetin hevur beinleiðis heitt á fólk um at atkvøða fyri flokkum, sum eru loysingarsinnaðir. 54 ára gamli poilittikarin stillar upp sum leiðari fyri eina fylking á loysingarveinginum. Men hann sigur seg ivast í, um spanska stjórnin fer at góðkenna valið, um tað gongur ímóti stjórnini. Uni Leitisstein Hansen, journalistur, hevur lagt dokumentarin til rættis, og Eyðun Müller Thomsen, fotografur, hevur filmað og sett saman. Dokumentarurin er gjørdur á G festivalinum í ár, tó eru nakrar eldri upptøkur við. Hetta er ein øðrvísi dokumentarur og ikki ein vanlig frásøgn, sigur Uni Leitisstein Hansen. Myndirnar tala fyri seg, og dokumentarurin lýsir væl, hvat G festivalurin er. Vit hava sett hol á desember mánað, og frá nú av og heilt til tann 24. desember snýr rættiliga nógv seg um alt, ið hevur við jólini at gera jólaborðhald, jólapynt, jólastás, jólamat, jólagávur og so framvegis. Jólaaftan í er fellur á ein sunnudag, og fyri okkum verður tann 24. desember sum allir aðrir sunnudagar, sigur Birita Nielsen og vísir á, at sum jehova vitni hátíðarheldur mann ikki jól, tí mann ynskir ikki at hátíðarhalda jesu føðing. Vit vita ikki við vissu, um Jesus bleiv føddur tann 24. desember, so tí gevur tað ikki meining fyri okkum, at hátíðarhalda dagin, sigur Birita Nielsen. Okkum dámar væl allar tær vøkru perurnar, sum lýsa hesa myrku tíðina, og heima tendra vit eisini fleiri ljós enn vanligt, men jólapynt brúka vit als ikki, sigur Annika Rasmussen. Anton Potteg rd, ph.d ari og lektari fyri deildina fyri kliniska farma kologi og farmaci við Syddansk universitet sigur við Politiken, at tíggjundi hvør tilburður av einum serligum slagi av krabbameini í húðini hvørvur, um heilivágurin verður tikin av, at so høvdu 250 færri danir á hvørjum ári sloppið undan at fingið húðkrabba. Hann hevur staðið á odda fyri donskum granskaraliði, sum í dag hevur almannakunngjørt úrslitið av granskingini í leiðandi vísindaliga tíðarritinum fyri húðsjúkur. Teir knýta samansetingarheiligvágin við evninum hydro chlor thiazid saman við økta vandanum fyri húðkrabba. Heilivágurin verður brúktur móti ov høgum blóðtrýsti. Sambært granskingini er niðurstøðan, at við at brúka hydro chlor thiazid í longri tíð, økist vandin sjey ferðir fyri at fáa serliga krabbameinið, plátu kyknu krabba, í húðina. 2.500 danir fáa árliga plátu kyknu krabba. Kanningin vísur, at tíggjuni hvør av hesum tilburður eru orsakað av hydro chlor thiazid. Vit hava kannað onnur sløg av heilivági móti ov høgum blóðtrýsti, men funnu als einki samband millum at taka hann og tilburðir av húðkrabba, sigur Anton Potteg rd við Politiken. Danska heilivágstýrið sigur við Politiken, at tey hava vent sær til Evropiska heilivágs agenturið, EMA, og tey fara nú at kanna heilivágin nærri. Hóast VÍF var uttan tveir av stóru profilunum, Liljuni Djurhuus og Duritu Jojic, so vunnu tær toppdystin a útivølli móti VB. Við sigrinum styrktu tær samstundis um oddasessin. Dopingeftirlitið í Føroyum verður munandi hert. Nógv fleiri royndir skulu takast. Tað hendir, tí nú eru fimm føroysk dopingareftirlitisfólk, ið sjálvstøðugt kunnu fara út at kanna ítróttarfólk, uttan at tað er neyðugt, at umboð fyri antidoping Danmark kemur til Føroya. Vit vóru við til fyrstu sjálvstøðugu dopingroyndina í Føroyum. Eftir eina sera slaka byrjan uppá landskappingina, eru kollfirðingar veruliga komnir í gongd. Síðst var tað H71, sum stóð fyri skotum, og hesaferð vann KÍF so á Kyndli. Við í hesi sending eru Tummas Anthoniussen Sverri Mortensen Hildibjørt Mortensen Tórfinnur Hansen Jógvan Højsted Páll Gunnhard Poulsen Nógvar neyðsemjur eru gjørdar, men Framsókn, sum ikki hevur umboð í vinnunevndini, heldur, at menningarkvoturnar eru vorðnar ov stórar. Vestmanna kommuna hevur seinastu tvey árini ikki viljað rindað tað, sum hinar kommunurnar í VEKS starvinum siga, at Vestmanna eigur at rinda. Í kvøld varð tað lagt fyri tingið, men tað er framvegis ógreitt, um meiriluti verður fyri uppskotinum, tá tað kemur til atkvøðugreiðslu fríggjadagin Við lógaruppskotinum um at endurskoða Visit Faroe Islands, sum var til fyrstu viðgerð í tinginum í dag, missa kunningarstovurnar árliga stuðulin frá landinum. Sosatt skulu kommurnar sjálvar fíggja raksturin av kunningarstovunum, og tað er ein løgin raðfesting, halda kunningarstovur og fleiri kommunur Íslendska fótbóltssambandið, KSÍ, leggur dent á, at tað verður ikki soleiðis, at tey, sum eru fyrst, bara fáa atgongumerki, tí áhugin fyri at keypa atgongumerki er helst størri enn talið av atgongumerkjum. KSÍ hevur, saman við øðrum tjóðum, verið í samband við FIFA og biðið um at fáa størri part enn bara 8 prosent. Men FIFA hevur ikki svarað enn. Út frá verðandi kvotu, er talan um 3.200 atgongumerki til íslendingar, men leikvøllirnir, har Ísland skal spæla, hava pláss fyri 45 túsund áskoðararum. Ísland er í D bólkinum, og skal spæla móti Argentina í Moskva 16. juni, Nigeria í Volgograd 22. juni og Kroatia í Rostov 26. juni. Politiið fekk fráboðan um hendingina klokkan 12 minuttir í hálvgum tólv í gjárkvøldið. 35 minuttir seinni varð staðfest á sjúkrahúsinum á Tvøroyri, at maðurin var deyður. Fyrst í nýggja árinum ætlar Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, at kanna saman við Klaksvíkar sjúkrahúsi, um tænastan til teirra, sum hava brúk fyri at koma á rannsóknarstovuna í Runavík kann betrast. Eg ætli mær tí fyrst í komandi ári saman við Klaksvíkar sjúkrahúsi at kanna, um og hvussu tænastan til teirra, sum hava brúk fyri rannsóknarstovuni í Eysturoynni kann betrast, sigur landsstýriskvinnan. Hini átta, sum Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur tilnevnt, eru Steintóra Samuelsen, serlækni, politisku flokkarnir skutu upp Jógvan D. Hansen, heimspeking, Richard Schwartzson, farmaseut, og Sólbjørg Frederiksberg, fysioterapeut, Jákup H. Foldbo, sosiologur, er fyri Kommunufelagið, landsstýriskvinna í almannamálum skeyt upp Leif Olsen, sosialráðgeva, landsstýrismaðurin í uttanríkis og vinnumálum skeyt upp Debes H. Christiansen, lívfrøðing, og landsstýriskvinnan í mentamálum mælti til at seta Marjuna Bæk, fyrrverandi sóknarprest, í Etiska ráðið. Endamálið við Etiska ráðnum er at fremja og styrkja kjak og vitan um etiskar spurningar um bio og ílegutøkni, sum hava ávirkan á lívið hjá menniskjum. Ráðið kann harumframt fremja og styrkja kjak um aðrar almennar og prinsipiellar etiskar spurningar um heilsufakliga virksemið á heilsuøkinum, almannaøkinum og kommunuøkinum. Ikki er neyðugt, at ráðið er samt í sínum niðurstøðum um ávís mál, tí endamálið er at fremja og styrkja kjak og vitan um etiskar spurningar, heldur enn at koma við avgjørdum niðurstøðum. Samgongan kann neyvan vænta sær hjálp frá andstøðuni, tá atkvøðast skal um fiskivinnunýskipanina. Atkvøðugreiðslan verður ætlandi fríggjadagin. Í tí sigur meirilutin í nevndini, sum eru andstøðuflokkarnir Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Sjálvstýri, at hann tekur ikki undir við málinum og mælir løgtinginum staðiliga frá at samtykkja uppskotið. Samgongufólkini í nevndini hava gjørt nógvar broytingar í uppskotinum hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, fyri at fáa 17 atkvøður fyri uppskotinum. Men tann eini flokkurin í samgonguni, Framsókn, sum ikki hevur fólk í Vinnunevndini, er farin at ivast, nú so nógvar broytingar eru gjørdar í uppskotinum, sum semja varð gjørd um í summar. Sambært henni eru menningarkvoturnar 7 . Nú eru tær vorðnar 8,5 . Hon er omma mín, Hundur mín Kingoson og Vov vov eru løg flest øll børn í Føroyum kenna. Steintór Rasmussen, sum í næstan tvey ára tíggju hevur gjørt barnaløg, er nú komin út við bókini Sangsskrínið , har øll tey kendu løgini eru at finna Tá ES nevndarformaðurin, Jean Claude Juncker, saman við bretska forsætisráðharranum, Theresu May, kom av samráðingarfundinum seint í gjár var eingin avtala. Bretskir fjølmiðlar skrivaðu í gjár, at serliga vóru framstig í málinum um markið millum NorðurÍrland og Írland, tá bretar endaliga fara úr ES. Men kortini eru tey ikki vorðin so samd, at tey kundu leggja fram endaliga avtalu í gjár. Útlit eru eisini fyri, at prísurin fer at lækka við enn einari helvt næstu trý árini. Tað segði formaðurin í altjóða orkustovninum, IEA, Fatih Birol, tá hann herfyri helt fyrilestur fyri oljuvinnnuni í Noreg. Kina er frammarlaga, tá talan er um sólorku, bæði at býta orkuna og at menna útgerð til orkuna. Kina ger nú 6 av 10 sólpanelum, sum verða framleidd, segði hann. Hann segði samstundis, at broytingar fara at henda. Millum annað fer USA at broyta seg frá at vera størsti innflytari av olju til at vera størsti útflytari av orku. Eingin ivi er um, at fremsta orkukeldan í framtíðini verður el. Altjóða orkustovnurin sigur seg rokna við, at vindorka fer at mennast nógv, og hon kemur serliga frá vindmyllum sum standa í sjónum. Í 2030 verður vindorka størsta orkukeldan í Europa, roknar IEA við. Hóast góð útlit eru fyri bæði sól og vindorku, so siga serfrøðingar seg ikki ivast í, at brúk verður fyri hvørjum dropa av olju, sum er til taks, tí enn er langt á mál við øðrum orkukeldum, tá talan er um flutningsvinnuna. Stjórnin í Sweits hevur gjørt av at senda 2,7 milliardir krónur aftur til Nigeria. Talan er um pengar, sum fyrrverandi einaræðisharrin í Nigeria flutti sær sjálvum á konto í Sveis. Tað var fyrrverandi einaræðisharrin í Nigeria, Sani Abacha, sum stjórnaði landinum frá 1993, til hann doyði í 1998, sum tók pengarnar. Tað var eftir eitt rættarmál ímóti soninum hjá einaræðisharranum, Abba Abacha, at myndugleikarnir gjørdu av at leggja hald á pengarnar og senda teir aftur til Nigeria. Tað skal Heimsbankin taka sær av. Umfatandi metoo bylgjan kostar hvønn dag navnafromum monnum starvið so seint sum í gjár varð orkesturleiðarin í Metropol Opruni í New York, James Levine, koyrdur til hús, meðan ákærur um kynsligan ágang vera kannaðar. Tað kann verða forstýrað av, at man nú aftaná setir fram skuldsetingar móti persónum, sum kunnu kennast aftur, sum ikki hava havt kjans fyri at verja seg fyri tí, og teir ikki eru meldaðir. Tí um onkur neyðtekur teg, so mást tú melda tað, sigur hann. Vanliga skal ein dómari hyggja eftir, hvørji prógv verða løgd fram í einari sak. Men í hesum sakum eru tað ofta bara tvey fólk, tað eru eingin teknisk bevís, tað er eingin skaði á fólk. Ein pástendur eitt, og hin pástendur eitt annað. Tað er fullkomiliga upp til dómarin, hvørjum hann trýr, sigur hann. Men skrivar tú hashtaggið, og ákærurnar peika á ein avísan persón, skal tað halda í rættinum, sigur Sigmund Poulsen og leggur afturat, at man skal ansa eftir, áðrenn man brúkar hashtaggið. Nú hava vit so fingið eitt álit, sum kann bera ígjøgnum við meiriluta í tinginum, tað fegnist eg almikið um, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskimálum. Ja, nú skal man ongantíð siga ongantíð í politikki. So vit fáa sjálvandi váttað tað, tá álitið kemur til viðgerðar á tingi. Tá fáa vit so váttað, hvussu stórur meirilutan verður ella, hvussu støðan verður í tinginum. Tað er soleiðis, vit mugu arbeiða undir hesum umstøðunum, og tað er alneyðugt, at vit fáa avgreitt hetta málið nú. Nei, tað er eingin ivi um tað at í hesari tilgongdini, sum hevur verið í hesum málinum, so hava tað allatíð verið ymsar meiningar um ymsar tættir í uppskotinum. Ikki um høvuðsendamálini men um amboðini í uppskotinum. Tey sjónarmiðini, sum eru farin fram, hava jú eisini verið partur av teimum longu samráðingunum, sum vit hava havt dag og nátt um hesi málini, sigur Høgni Hoydal. So nei, tað kemur ikki óvart á meg. Sjálvandi sigur Framsókn, at tey vilja fara ígjøgnum málið eina ferð afturat og hyggja eftir, um hetta uppfyllir tey endamál, vit settu okkum, ella hvussu langt hetta uppfyllir tey endamál, vit settu okkum, og tað taka vit sjálvandi við. Tað eru jú ivamál, sum eru í ordiliga stórum partum av øllum flokkunum. Eisini í Tjóðveldis og Javnaðarflokkinum eru øgiliga ymsar meiningar um hetta, og fólk hava ført síni sjónarmið fram javnan og sagt, hvat tey ynskja. Hetta, sum nú er gjørt, er eitt álit, sum vit meta, tekur atlit til øll tey sjónarmiðini, sum eru komin fram, og sum kann fáa ein veruligan meiriluta í tinginum. Nei, eg havi ikki viðmerkingar til, hvat Framsókn ger. Framsókn hevur sjálvandi sítt fulla frælsi til at gera tað, sum tey vilja. Men vit hava havt eitt drúgt samskifti um tað eisini, og tað gera vit eisini ígjøgnum vikuna, sum kemur. Nei, vit tosaðu jú við andstøðuna í gjár og hava sjálvandi tosað við tey ígjøgnum tiðina. Sum eg skilji, so hugsar andstøðan eisini at gera broytingaruppskot til 2. viðgerð, tað kann andstøðan jú gera. Men vit so ikki, júst hvat tað er. Men soleiðis skilti eg á andstøðuumboðunum í vinnunevndini, at tey eisini ynsktu at fáa tingviðgerðina at vera seinni í vikuni og ikki mikudagin, sum vit hugsaðu. Treytin hjá teimum, fyri at skriva undir álitið, var, at tey eisini fingu stundir til at umhugsa eitt broytingaruppskot. Júst sum samgongan í Vinnunevndini helt, at nú var komið undir land við fiskivinnunýskipanini, boðaði tann eini samgonguflokkurin, Framsókn frá, at hann var ikki so glaður fyri álitið hjá Vinnunevndini. Framsókn vil ikki hava hesar kvotur, men góðtók tó fimm prosent og við ringum tannabiti sjey prosent, sum semjan í samgonguni í summar sigur. Formaður floksins, Poul Michelsen, er staddur uttanlands, men hann kemur heim í morgin, sigur hann. Og tá fara tey í flokkinum at viðgera málið. Í gjár kom álitið loksins frá vinnunevndini viðvíkjandi uppskotinum um fiskivinnunýskipan, sum væntandi fer til atkvøðugreiðslu fríggjadagin. Í álitinum mælir andstøðan til, at uppboðssøla og økiskvotur, eisini kendar sum menningarkvotur, verða strikað úr uppskotinum. Jógvan Skorheim, limur í Vinnunevndini, heldur, at menningarkvoturnar er ein máti at luta fiskirættindi út politiskt, og at tær kunnu tí nýtast sum samráðingaramboð at keypa atkvøður til fiskivinnuuppskotið. Í broytingaruppskotinum, sum samgongan í Vinnunevndini legði fram í gjár, vaksa menningarkvoturnar úr 7 upp í 8,5 av ymiskum fiskasløgum. Í viðmerkingunum til broytingaruppskotið stendur, at menningarkvoturnar eru ætlaðar til verkætlanir kring landið serstakliga til økir í landinum, har arbeiðsloysið er størri enn aðrastaðni, ella har atgongdin til tilfeingið er avmarkað. Tað er har vit lendu aftaná drúgt togtogarí. Ynskini hava verið mong og ymisk, og í fleiri førum hava tey gingið heilt í hvør sín rættning. So tað hevur verið ómetaliga trupult at blíva samdur um. Men hatta er so tað, sum vit valdu at skjóta upp sum umboð hjá samgonguni í Vinnunevndini. Hetta byrjaði sum 7 , og so bleiv tað 8 , og eg haldi áðrenn tað, var tað 5 . Tað vísir seg so, at hetta er nakað, sum samgongan brúkar til at forsýna onkrum í samgonguni kanska har sum fiskivinnan ikki er so sterk í dag. Kanska har sum hon hevur verið sterk fyrr, sigur Jógvan Skorheim um menningarkvoturnar. Andstøðan grundgevur ikki neyvt, hví hon heldur, at menningarkvoturnar skulu takast úr uppskotinum. Men andstøðutinglimirnir eru ímóti, at útlutingin av rættindum samanlagt fer fram uppá tríggjar ymiskar hættir ella skipanir 1 At millum 15 og 25 av rættindunum verða seld á uppboðssølu 2 at 8,5 av ávísum rættindum verða útluta sum økiskvotir og 3 at ein partur verður útluta sum ein skipan við søguligum rættindum Andstøðan skrivar, at hon er ímóti samanflættingin av hesum trimum skipanunum. Tað ger uppskotið torgreitt, tí skilnaðurin millum hesar tríggjar skipanir er sera ógreiður og kann nærmast setast av handahógvi av landsstýrismanninum sjálvum orsakað av óvanliga mongu og sera víðu kunngerðarheimildunum, sum landsstýrismaðurin fær við nýggju lógini, skrivar andstøðan í viðmerkingunum til broytingaruppskotið. Undir yvirskriftini Lættari, rættari og grønari legði skattanevndin hjá landsstýrinum fyri løtu síðani fram sítt uppskot um broytingar í skattaskipanini í Føroyum. Skattanevndin mælir til at umleggja skattaskipanina, so at lág og miðallønir fáa skattalætta, samstundis sum samfelagið fer undir eina grøna umlegging. Skattanevndin mælir til fleiri átøk. Felags fyri tey flestu av teimum er, at peningurin, sum fæst inn við at umleggja avgjaldsskipanir, skal nú brúkast til at lætta persónsskattin hjá fólki. Í tí føroysku skattaskipanini er ein nógv størri partur av tí samlaða skattinum, ið stavar frá lønarskatti hjá einstøkum persónum sammett við onnur lond. Malan ætlar at selja bilin, men hon varð lokkað at koyra ein túr við honum fyrst. Dagur og Vika var á staðnum, tá Malan fekk handað bilin. Síggj innslagið her . Finnland Suomi er ein ung sjálvstøðug tjóð. Tað eru bara 100 ár síðan, at Finnland fekk fullveldi, og tók valdið í egnum landi. Tað hendi 6. desember 1917. Áðrenn hetta var Finnland eitt stórfyrstadømi undir Russlandi við egnum tingi og ávísum sjálvstýri. Tað hevði Finnland verið síðan 1809, men áðrenn tað var Finnland partur av svenska ríkinum í eini 700 ár. Hans Holm sigur okkum um finsku søguna, eisini um borgarakríggið í 1918 og tey trý kríggini, sum Finnland var við í frá 1939 til 1945. Henrik Wil n er finni, og hevur starvast á finsku sendistovuni í Keypmannahavn og í Stockholm. Í dag er Wil n skrivari í Foreningerne Nordens Forbund. Og saman við Wil n umrøða vit fleiri partar av finska samfelagnum. Hvussu er at vaksa upp og búgva í Finnlandi Anna S derlund og Sari Lesch eru báðar finnar, ið eru búsitandi í Føroyum. Mumitrøllini eru eitt finskt fyribrigdi, ið børn og barnsligar sálir um allan heimin hava tikið til sín. Rakel Helmsdal fer at seta orð á Mumi universið. Jean Sibelius er óiva kendasta tónaskald Finnlands. Vit spyrja Sunleif Rasmussen, hvat tað er, sum er so serligt við Sibelius. Hedvig Westerlund Kapnas, ið er ættað úr Finnlandi, og sum í fleiri ár búði í Føroyum, flutti herfyri aftur til Finnlands. Vit hava vitjað Hedvig á hennara heimabeiti. Tú kanst hoyra sendingina her Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum er væl nøgdur, hóast broytingarnar, sum vinnunevndin mælir til at gera í uppskotinum um fiskivinnunýskipan. Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum fer nú at kanna, um tilmælini frá skattanevndini hava politiska undirtøku, men ognarskattur kemur ikki upp á tal, sigur Kristina Háfoss. Opera.fo er ein nýstovnaður føroyskur leikbólkur, ið hevur til endamáls at geva føroyingum opera og konsertupplivingar á føroyskum. Bjarni á Steig, serlækni, heldur kortini, at tað er neyðugt at gera fleiri kanningar, áðrenn cannabis verður brúkt meira sum heilivágur. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, sigur, at ein samskipaður politikkur verður tryggleiki og vinningur bæði fyri tey, sum starvast í heilsuverkinum, sjúklingarnar og fyri alt samfelagið. Meirilutin í Vinnunevndini, sum er andstøðan, mælir tó til at broyta uppskotið, so verandi skipan verður longd eitt ár í staðin fyri tvey, sum Miðflokkurin skeyt upp. Meirilutin mælir til at strika orðini í uppskotinum hjá Miðflokkinum um, at veiðiloyvi, sum verða endurnýggjað, hava gildi í tvey ár. Harafturat fáa tær frá landinum tað, sum tær missa í skatti frá fólki, sum eru í DIS, FAS, arbeiða uttanlands ella fáa sjómannafrádrátt. Skattanevndin mælir til, at heildarveitingin verður roknað soleiðis, at landið fær skattin av pensjónsinngjøldum og síðani býtir tær inntøkurnar millum kommunurnar eftir fólkatalinum yvir 67 ár í kommununum. Tó kunnu nøkur russisk ítróttarfólk luttaka á vetrarleikunum, men tað verður undir olympiska flagginum og í neutralum búna. Og sama, hvussu tað gongst russisku ítróttarfólkunum, so verður Russland í hagtølum fyri heiðursmerki skrásett fyri null heiðurmerki. Aftrat hesum er russiski ítróttaráðharrin, Vitaly Mutko, sum nú er stjóri fyri nevndini, sum skipar fyri HM í fótbólti í 2018, eisini útihýstur frá OL restina av ævi síni, tí hann hevur verið við til skipaða doping millum russisk ítróttafólk. Altjóða sambandið fyri frælsan ítrótt, IAAF, úthýsti beinanvegin Russlandi frá øllum altjóða ítrótti, og tað eru russarar framvegis. Gølan breiddi seg til eisini at fevna um onnur ítróttarfólk enn bara innan frælsa ítrótt. Men kortini avgjørdi IOC ikki at koyra Russland úr summarOlympisku leikunum, sum tá vóru í Rio. Tað elvdi til sera fløktar mannagongdir í ymsu sersambondunum fyri at avgera, hvørjir russarar skuldu góðkennast, og hvørjir ikki skuldu góðkennast, skrivar Ritzau. Boðini frá Altjóða olympisku nevndini fullu ikki í góða jørð í russisku dumuni. Vara framsøgumaðurin hjá russisku dumuni, Igor Lebedev, segði ígjárkvøldið, at útihýsingin er niðurgerðing av Russlandi, og at besti útvegur fyri Russland er at boykotta OL. Ivan Melnikov, sum eisini er vara framsøgufólk í dumuni sigur, at endamálið við hesum politikki at jagstra russisk ítróttarfólk hevur eittans endamál, at niðurgerða Russland og russiska fólkið. Hann mælir til, at russisk ítróttarfólk heldur ikki luttaka undir neutralum flaggi. Eg haldi, at okkara ítróttarfólk skulu sjálv gera um, um tey taka av møguleikanum at luttaka, segði Jelena Vælbe, leiðari fyri russiska skí sambandinum. Tjóðartingslimir í konservativa flokkinum hava lagt fram uppskotið, sum skal verða ískoyti til lógina frá 1959, sum ásetur, at kvinnur skulu vera 18 ára gamlar fyri at kunna giftast. Lógin varð sett í verk stutt eftir at einræði í Iran fór í søguna og avgerðarmyndugleikin varð fluttur frá andliga leiðaranum til statin og løgmálaráðið. Sambært nýggja uppskotinum verður gamla lógin galdandi, men tað skal eisini verða loyvt at søkja um at gifta gentur, um andligi leiðarin hjá Sita ella Sunni muslimum tekur undir við tí. Sambært iransku søguni, og islamsku trúnni, hevur tað verið loyvt at gifta gentur so ungar sum 9 ára gamlar, tí hildið verður, at Aisha var 9 ára gomul, tá hon giftist Mohammed profeti. Ammar Toama, í konservativa flokkinum, sigur, at einki aldursmark er í uppskotinum, men at sagt verður, at brúðurin skal vera búgvin og kunna taka egna avgerð, so kann hon fáa samtykki frá andliga leiðara sínum og dómaranum, sigur Ammar Toama. ST hevur ávarað ímóti at samtykkja hetta uppskotið. ST heitir á iransku stjórnina um at vera á varðhaldi ímóti kynsligum ágangi móti kvinnum og gentum. Men fundurin 1.desember var tann fyrsti, síðani sjúkrarøktarfrøðingarnir og Fíggjarmálaráðið skrivaðu undir nýggjan sáttmála 20.november. Tað hevur amerikanski forsetin, Donald Trump, gjørt av. Forsetin hevur tikið avgerð um at ógilda friðingina av tveimum stórum náttúruøkjum í statinum, Utah. Øll kenna allarhelst til jólahjálpina, sum felagsskapurin Í Menniskjum Góður Tokki hevði fyrr. Barnabati hevur nú jólahjálpina, sum hjálpir fíggjarliga sperdum barnafamiljum á jólum, og øll kunnu lata stuðul til jólahjálpina. Freistin at søkja um jólahjálp er í dag klokkan 18.00. Djóni Eidesgaard er aðalskrivari hjá Barnabata, og hann greiddi morgunsendingini frá, hvussu tey gera av, hvør fær stuðul, og hvussu hjálp verður veitt fíggjarliga sperdum barnafamiljum á jólum. Tá skal løgtingið eftir ætlan endiliga atkvøða um uppskotið, sum er nógv broytt, síðani Høgni Hoydal, landsstýrismaður, legði tað fram 14. september. Seinasta málið, løgtingsformaðurin nevndi, er uppskotið hjá Miðflokkinum um at leingja galdandi veiðiloyvi, so betri stundir vera at viðgera fiskivinnunýskipanina. 2. desembur rundaði høvundin, Carl Jóhan Jensen tey seksti. Dagin eftir, 3. Des. kom út fimta skaldsøga hansara, Sær ein fuglabók av gloymsku út. Carl Jóhan smæðist ikki. Tá skaldsøga hansara Ó søgur um devulsskap kom út segði hann, at hetta var besta skaldsøga skrivað á føroyskum í fjøruti ár. Tá nýggja skaldsøgan var í gerð frættist frá høvundanum, at komandi bókin var besta skaldsøga í 2017. Hóast bráneggjaður og við fyrsta eygnabrái, sjálvupptikin, er Sær ein nemandi og hjartalig lýsing av kvinnu, ið veksur upp í einum illa virkandi heimi í Brekkugøtu í Havn í fimtiárununum. Hon roynir flog, men ber til at gloyma ella sleppa undan upphavinum og upprunanum Hann vitjar javnan Føroyar, men í summar vitjaði hann í samband við eina nýggja sending, sum varpar ljós á Føroyar eitt siðbundið samfelag sum støðugt verður ávirkað av globalisering og nútímansgerð. Í kvøld verður fyrsti partur vístur, har Anders vitjar Fugloynna. Her búgva 800 seyðir og 44 fólk, men hvørji eru hesi Anders Lund Madsen vitjar íbúgvar á oynni, har hann millum annað upplivir seyðaklipping og ein góðan grindadøgurða. DR skrivar, at nýggja lóggávan um persónsdátur styrkir upphavsrættindini hjá einstaklinginum mótvegis fyritøkum, sum forvinna sera nógvan pening uppá slóðirnar hjá kundabólkum á netinum. Í dag liva sera mangar fyritøkur av okkara upplýsingum. Hetta er handil við dátum. Við nýggju reglunum fáa vit brúkarar rætt til at flyta upplýsingar millum fyritøkur og fáa tamarhald á okkara egnu dátur, sigur Anette Høyrup, sum er leiðandi løgfrøðingur í danska Brúkararáðnum. Einstaklingar fáa í vár rætt til at savna, strika, rætta ella flyta persónligar upplýsingar, og tað heldur Birgitte Hass frá IT Branchen eisini fer at geva nýggjar møguleikar. Nú verður tað endaliga staðfest, at dátur eru tín ogn og ikki ognin hjá fyritøkum. Hetta er samstundis eisini ein møguleiki fyri størri kapping um tað, sum hevur alt at siga fyri marknaðarstøðuna hjá fyritøkunum nevniliga at kenna sínar kundar betri enn kappingarneytarnir gera, sigur Birgitte Hass við Danmarks Radio. Bretska fregnartænastan og løgreglan, siga seg hava forðað fyri eini islamskari atsókn, sum hevði til endamáls at gera av við bretska forsætisráðharran, Theresu May, upplýsa keldir fyri Sky News. Sambært tí sum Sky News hevur fingið at vita, var ætlanin at fremja eina atsókn við Downing Street nummar 10 við einari heimagjørdari bumbu og síðani at gera av við Theresu May, forsætisráðharra. Í farnu viku vórðu tveir mans tiknir av vápnaðum løgreglufólkum, og teir eru skuldsettir fyri ætlanir um yvirgang. Menninir eru 20 og 21 ára gamlir, og skuldu koma fyri rættin í dag. Trygdareftirlitið við Downing Street nummar 10 er nógv hert seinastu nógvu árini, tí fleiri atsóknir hava verið. Í 1991 søkti norðurírski loysingarbólkurin, IRA, at bústaðnum hjá forsætisráðharranum við einum heimagjørdum bumbuvarpara. Táverandi forsætisráðharrin, John Major, var í bygninginum, men hann fekk ikki skaða, tí bumban brast í garðinum. Sjey ár fyri ta hendingina, royndi IRA at gera av við Margareth Thatcher, forsætisráðharra, við eini atsókn at einum hotelli í Bright, har Konservativi Flokkurin hevði landsfund, men hon fekk ikki mein av hendingini. Ein orsøk er, at fleiri fiskasløg eru niðurfiskað, men ein orsøk er eisini, at nógv lond nú leggja stóran dent á burðardygga veiðu, og tí hava avmarkað fiskiskapin. Kanningin fevnir um tey 26 londini, sum eru limir í OECD, men eisini um fleiri onnur stór lond, sum tilsamans fiska meir enn helvtina av fiskinum um árið. Í frágreiðingini verður upplýst, at aling av fiski er vaksin við 2,1 síðani 2011. Virðið á fiskinum er økt við 6 , tí nógv av alda fiskinum er dýr fiskasløg. Niðurstøðan í frágreiðingini er, at fiskiskapurin eftir vanligum fiskasløgum í havinum ikki fer at vaksa stórvegis, meðan nøgdin av aldum fiski fer at vaksa nakað. Upplýst verður í frágreiðingini, at tey 26 limalondini í OECD, saman við Kolumbia, Costa Rica, Indonesia, Argentina og Raiwan, fiskaðu fyri 81,5 milliardir krónur í 2015. Kina er framvegis landið sum fiskar mest, og í 2015 fiskaðu kinesiskir fiskimenn fyri næstan 36 milliardir krónur, stendur í frágreiðingini. Nú boðað verður frá so ringum veðri í nátt og í morgin við nógvum vindi og eisini kavaavfalli, heita Politiið og Landsverk í felag á bilførarar um at ansa sær í ferðsluni. Roknast kann við, at summir vegir verða stongdir longu fyrrapartin í morgin. Mælt verður tí til at fylgja væl við í miðlunum, hvat sagt verður um veðrið og koyrilíkindini, siga politiið og Landsverk í felags fráboðan. Fundurin millum partarnar verður klokkan 10 fyrrapartin, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður. Hetta er fyrstu ferð, at partarnir hittast á fundi, síðan samráðingarnar slitnaðu fríggjadagin og semingsstovnurin varð biðin um at koma upp í leikin. Terje Sigurðsson var tíðliga seinnapartin í dag á fundi við Føroya Pedagogfelag, og í gjár hitti hann Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið fyri at lodda dýpið. Partarnir standa langt frá hvørjum øðrum, váttar Terje Sigurðsson. Hann vil ikki nærri inn á, hvørjir eru størstu stríðsspurningarnir í hesum samráðingunum. Ikki nærri enn tað, at tað sjálvandi snýr seg um pengar. Leygardagin 2. desember rundaði rithøvundurin og skaldið Carl Jóhan Jensen tey seksti, og í samband við dagin fara vit á MentanarMikudegi at lýsa hansara skaldskap. Vit fáa vitjan av Vár í Ólavsstovu, ið fer at umrøða skaldskap Carl Jóhan við støðið í skaldsøguni Bókin um tað góða. Oddfríður Marni Rasmussen fer eitt nú at tríva í aftur røðu, hann helt fyri Carl Jóhan føðingardagin. Og Kinna Poulsen fer at ummæla nýggju skaldsøguna Sær ein fuglabók av gloymsku. Harumframt fer Carl Jóhan Jensen sjálvur at siga frá um nýggju skaldsøguna, eins og nomið verður við aðrar tættir eisini. Og nú Finnland í dag hátíðarheldur 100 ára dagin sum sjálvstøðug tjóð, er tónleikurin, ið spældur verður, úr Finnlandi. Tú kanst hoyra sendingina her Norðanfyri og vestanfyri er mesti vindurin. Tíðliga í morgun regnaði, men nú verður kaldari, niður móti frostmarkinum, og vit fáa kavasletting ella kava. Árni Jacobsen, økisleiðari hjá Landsverk, greiddi í tíðindunum klokkan 07 frá, at tað ikki er koyrandi eftir Oyndarfjarðar og Gjáarvegnum. Á Vestmannavegnum er nakað av jarðroki, segði hann. Blandingin av vindi og hálku ger, at koyrilíkindini ikki eru tey bestu í morgun. Landsverk mælir frá allari óneyðugari koyring, tí tað er rættiliga nógvur vindur frá 30 50 metrar um sekundi við hørðum hvirlum, segði Árni Jacobsen við tíðindini í morgun. Allar leiðirnar hjá Bygdaleiðum í morgun eru avlýstar. Og strandfaraskipið, Smyril, fór ikki av Krambatanga í morgun klokkan seks, og siglur sostatt heldur ikki túrin av Havnini klokkan 8.30. Sunda kommuna boðar eisini frá á heimasíðu síni, at eingin skúlagongd verður í skúlunum, og eingin dagstovnur er opin í Sunda Kommunu í dag. Hóast Skattanevndin einki beinleiðis tilmæli hevur um fastognarskatt, hevur hon kortini eitt hugskot um, hvussu hann kann fyrireikast. Skattanevndin mælir tí til at byrja fyrireikingararbeiðið til fastognarskatt við at byggja á minni neyvar virðismetingar av bústøðum. Skattanevndin heldur, at landsstýrið eigur at seta ein arbeiðsbólk til at gera uppskot um virðismeting, tá ella um landsstýrið heldur tað vera rætt at hava fastognarskatt. Skattanevndin sigur, at ein fyrimunur við fastognarskatti er, at hann hevur við sær javnari skatting av avkastinum av íløgum í bústaðir og í egnan bústað sammett við aðrar íløgur. Eirikur Norðberg, er vakthavandi rakstrarleiðari hjá SEV, og hann fortaldi fyri tíðindunum í morgun, at í løtuni er einans Skælingur og Leynar, sum ikki hava streym. Eirikur Norðberg, er vakthavandi rakstrarleiðari hjá SEV, og hann fortaldi fyri tíðindunum í morgun, at í løtuni er einans Skælingur og Leynar, sum ikki hava streym. Løgreglan hevur fingið fráboðan um skaðar serliga norðanfyri. John Martin Olsen, vaktleiðari á politstøðuni, fortaldi í tíðindunum í morgun, at løgreglan hevur móttikið umleið 30 fráboðanir um vindskaðar. Eg vil gjarna heita á fólk, sum síggja okkurt flúgva leyst uttanfyri, um at royna at herberga hesum sjálvi og leggja grót oman yvir, sigur John Martin Olsen og greiðir frá, at lutirnir sum oftast eru vekk, tá løgreglan kemur á staði. Fyri stuttum ringdi løgreglan til Kringvarpið og boðaði frá, at vegna nógvan vind og hørðum hvirlum, skulu fólk í Norðragøtu ikki fara út. Tjóðveldi hevur eina afturgongd á 0,4 , men varðveitir sínar 7 sessir. Miðflokkurin hevur eina lítla afturgongd 0,2 prosent, men varðveitir sínar tveir tingsessir. Fólkaflokkurin er stóri vinnarin og stendur sum tann einasti flokkurin at hava eina framgongd yvir 2 . Fólkaflokkurin fær ein tingsess afturat. Var val nú, hevði Fólkaflokkurin fingið flest atkvøður við 21,4 av samlaðu atkvøðunum. Javnaðarflokkurin hevði fingið næstmestar atkvøður, ið svarar til 20,9 av samlaðu atkvøðunum, og Sambandsflokkurin hevði fingið 20,6 av samlaðu atkvøðunum. Tjóðveldi, sum var næststørsti flokkur á valinum í 2015, er sambært kanningi nú fjórðstørsti flokkur við 20,3 av samlaðu atkvøðunum. Eirikur Norðberg, vakthavandi á SEV, segði við tíðindini í morgun, at streymslit millum annað er í Vágunum, Vestmanna, Leirvík og Árnafirði. Tað er framvegis tær luftbornu linjurnar, sum eru orsøkin til streymslitið. Eirikur Norðberg sigur, at tað verður arbeitt við øllum alvi at fáa streymin aftur. Um veðrið ikki drillar okkum meira, so burdu vit fingið tað uppá pláss innanfyri ein tíma. Men tað er ringt at siga, tí veðrið er so øgiliga ringt. Vónandi er tað mesta komið uppá pláss innanfyri ein tíma, sigur hann. Vit hava nakrir mans til arbeiðis í Klaksvík, og so eru einir fýra mans á Viðareiði, tí har eru nakrir skaðar eisini, sigur hann og leggur afturat, at talan er ikki um stórar skaðar enn. John Olsen, vakthavandi á politistøðini, segði við Kringvarpið í morgun, at fleiri tekjur eru farnar í Norðragøtu. Har liggja stór stykkir og fúka runt í bygdini, og tí skulu fólk lata vera við at fara út at ganga ella koyra óneyðuga. Armgarð Arge lesur klummuna Og ljósið kom. Sára Olsen lesur jólaaevangeliið uppá rím. Jonna Fritsdóttir Mortensen lesur søguna Eitt barn er føtt. Pedagogfelagið og Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum og Kommunala arbeiðsgevarafelagið fóru á fund klokkan 10 í morgun saman við Semingsstovninum í eini roynd at gera nýggjan sáttmála fyri tann, sum fór úr gildi 1.oktober. Hetta er fyrstu ferð, at partarnir hittast á fundi, síðan samráðingarnar slitnaðu fríggjadagin og Semingsstovnurin varð biðin um at koma upp í leikin. Hann vil ikki siga, hvørjir størstu stríðsspurningarnir eru í hesum samráðingunum. Ikki annað enn tað at sjálvandi liggja pengar í buktini. Tað er ikki rætt at strika avreiðingargjaldið fyri landingar uttanlands, tí endamálið eigur at vera at fáa sum mest í land í Føroyum. Tað siga andstøðumenninir í Vinnunevndini hjá løgtinginum, nú Høgni Hoydal, landsstýrismaður, fyribils ætlar at strika avreiðingargjaldið, sum er tvær krónur fyri kiloið, so skipini, sum fiska sild og makrel, sleppa av við fiskin. Endamálið hjá Fiskimálaráðnum við at strika avreiðingargjaldið er fyrst og fremst at fáa meira av norðhavssildini til matna, nú móttøku orkan á landi í Føroyum er skerd, tí Varðin Pelagic brendi. Tað heldur Skattanevndin, sum fyrr í vikuni almannakunngjørdi sítt tilmæli um at breiðka skattagrundarlagið við tí endamáli at lækka vanliga inntøkuskattin Gjaldið, sum alivinnan eigur at rinda landskassanum, er ikki ein skattur, men eitt brúksgjald, sum skal rindast fyri at sleppa at brúka avmarkaða talið av alifirðum í Føroyum. Kortini er brúksgjald til alivinnuna partur av pakkanum hjá Skattanevndini, tí sum nevndin sigur so er talan um inntøkukeldu hjá tí almenna, sum kann vera við til at breiðka inntøkugrundarlagið og fíggja umlegging av skattatrýstinum burtur frá vanliga inntøkuskattinum hjá millum annað einstaklingum. Skattanevndin mælir til, at inntøkurnar frá gjøldum fyri rættin at gagnnýta aliloyvini og fiskirættindi verða nýttar til at lækka inntøkuskattin við og styrkja landskassan við . Fyri at fáa støðufesti í sveiggjandi íkastið frá alivinnuni í landskassan, so ber til at javna inntøkurnar, sum verða brúktar á fíggjarlógini, yvir tíð um brúskapargrunn, sigur nevndin. Galdandi loyvisgjald hjá alivinnuni er ov høgt, tá altjóða laksaprísurin er lágur, og gjaldið er ov lágt, tá prísurin er høgur. M.a. tí eigur tað at broytast, sigur Kári Petersen, formaður í Skattanevndini Vit meina tað, at gjaldið eigur í nógv hægri mun at avspegla tað virðið, tað hevur, at kunna nýta teir føroysku alifirðirnir. Tað, sum vit síggja, er, at alifyritøkurnar rinda simpelthen for lítið loyvisgjald, tá prísirnar eru høgir. Tað gjaldið, sum vit hava í dag, er ikki ordiliga rættvísandi, sigur hann. Tað er ikki møguligt at fáa staðfest neyvt, hvussu stór tilfeingisrentan er í alivinnuni, tí eingin skipaður marknaður er, har aliloyvini javnan verða keypt og seld. Tilfeingisrentan er marknaðarvirðið á rættinum at gagnnýta aliøkini. Og tí hevur Skattanevndin roknað seg fram til eitt loyvisgjald, sum alivinnan skal rinda, og sum er grundað á metta tilfeingisrentu. Eitt slíkt gjald ger, at tað almenna fer at fáa minni inn í partafelagsskatti og vinningsbýtisskatti frá alivinnuni, men á botnlinjuni koma kortini at standa 190 milliónir krónur. Hetta stendur í stóra roknistykkinum hjá Skattanevndini, sum mælir til at breiðka skattaskipanina, soleiðis at vanligi inntøkuskatturin kann setast niður. Mett verður, at uppskotið um skattalætta til fyritíðarpensjónistar fer at kosta 880 krónur fyri hvønn íbúgva í Sandoynni, ímeðan tað kostar 421 fyri hvønn íbúgva í Tórshavn. Hetta eigur landsstýrið at taka hædd fyri, sigur Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum. Men Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum hevur ongar ætlanir um, at at gera serligar avtalur fyri tær kommunurnar, sum hava flest fyritíðarpensjónistar. Av politistøðini verður upplýst, at síðani kl 06 í morgun eru fráboðanir komnar um 125 skaðar, og nógv teir flestu, kanska tríggir fjórðingar, eru í Norðragøtu. Gamlir bygningar eru foknir av grundini okkurt neyst og onkur gomul hús. Tað er tilfar frá hesum húsum, sum fúka runt í bygdini og hava gjørt skaða. Trygvi Jóhansson, innsatsleiðari í Eysturkommunu, segði við útvarpið fyri løtu síðani, at støðan er batnað eitt sindur, men at hvirlurnar enn eru strangar. Hann sigur, at fleiri hús hava fingið skaða, og at talan í summum førum er um stóran skaða. Finn Hansen, átaksleiðari í Norðoyggjum, segði við útvarpið, at teir ikki hava fingið nakrar fráboðan seinastu tveir tímarnir, og at væntandi er tað ringasta yvirstaðið. Tað er hált og krapi í støðum um alt landið. Tað er ikki koyrandi á Gjáarvegnum, Oyndarfjarðarvegnum og Oyggjarvegnum. Annars er framvegis nógvur vindur og hálka, og mælt verður frá allari óneyðugari koyring. Og í løtuni eru fleiri veðurstøðir óvirknar millum annað á Høgareyni og á Sandavágshálsi. Um hálvan juli hvørt ár skipa fólk í lítlu føroysku bygdini Syðrugøtu fyri tónleikafestivalinum G Tríggir dagar við 5000 vitjandi og luttøku av bæði heimsnøvnum og lokalum bólkum. Endamálið er ikki at vinna pening, men at útvega áhoyrarunum góðan tónleik, og at knýta Føroyar upp í tónleikaheimin kring okkum. Millum himmal og helviti er eitt portrett av G gjøgnum tónleikin, stemningin og søguna, men ikki mist tí herliga veldi av hendingum, tiltøkum og hurlivasa, sum á hvørjum ári skapa G festivalin. Summir tónleikafestivalar snúgva seg um meira enn bara hvør framførir. Kanska ger eingin festivalur meira tað enn G skrivar CNN Travel, og tað er rættiliga sigandi. Gøtu kirkju ungdómskór, undir leiðslu av Símuni Hammer, syngur tveir sangir, Ver vælkomið Harrans ár og Even When He is Silent hjá Kim Andr Arnesen. Um hetta kórverkið kann sigast, at tá ið farið var undir at rudda eina av týningarlegunum, aftaná seinna heimsbardaga, funnu tey í einum fangahúsi, hesi orð skrivaði á einum veggi Upp í kolandi storm av norði, í hvirlunum upp í ódn. Í kvøld minkandi niður í skrið av norði ella útnyrðingi, í hvirlunum upp í hvassan storm við strongum hvirlum. 10 15 m s norðan ella av útnyðringi, framvegis við strongum hvirlum. Kavi ella heglingsælingur. Hitin verður ml. 2 kuldastig og 3 hitas Vit hava fingið filmsbrot sendandi frá fólki kring alt landið. Her síggja vit eitt filmsbrot frá El talvuvirkinum í Gøtu, har vindurin hevur oyðilagt tvey vindeygu og oyðilagt meginpartin av skrivstovuni. Í morgun mundu tað vera fleiri, sum settust aftur og ikki hættaðu sær til arbeiðis, tí veðrið var so ófantaligt, og tí at løgreglan rætt og slætt heittu á fólk ávís støð í landinum um ikki at fara frá húsum. Starvsfólk hjá landinum kunnu hava rætt til goldna fráveru, men í kommununum eru ongar felags reglur, og tær avgera hvør sær, um teirra starvsfólk verða drigin í løn ella ikki. Hjá landinum eru starvsfólk fevnd av eini vegleiðing frá 1992, sum merkir, at er veðrið so vánaligt, at tann almenna ferðslan liggur lamin, so hevur starvsfólkið rætt til fráveru við løn. Starvsmannafelagið hevur í fleiri umførum tikið henda spurningin upp við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, tí vit halda, at tað kann ikki verða rætt, at starvsfólk sjálvi skulu gjalda fyri fráverudagar vegna veður, sigur Suni Selfoss. Fyribils hagtøl vísa sambært svenska ríkiskringvarpinum, at vøksturin er 33 í november í ár sammett við sama mánað í fjør. Løgreglan hevur fingið 868 fráboðanir um kynslig brotsverk í november. Átakið Metoo, har fólk fyri tað mesta kvinnur hava borið fram vitnisburð á internetinum um egnar upplivingar av kynsligum brotsverkum, byrjaði um miðjan oktober. Og stórur munur er á talinum av fráboðanum fyri og eftir Metoo átakið, sigur Lisa Wallin við SVT. Eisini talið á fráboðaðum neyðtøkum er vaksið. 631 fráboðanir eru komnar til svensku løgregluna um neyðtøku í november í ár, og tað er 16 prosent fleiri enn í november í fjør. Vit vita, at fá kynslig brotsverk verða meldað til løgregluna. Bara ein av tíggju boðar frá. Men eftir metoo orðaskiftið kunnu fleiri hava valt at handfara slíkar hendingar øðrvísi og fáa tær fram í ljósið, sigur Lisa Wallin. Svenska stjórnin hevur boðað frá, at uppskot um harðari revsing fyri kynslig brotsverk kemur fyri jól, umframt uppskot um meira stuðul til offrini, skrivar SVT. Miðling og miðlavanar eru fyri støðugum broytingum. Og eitt, sum fleiri og fleiri taka til sín, eru podcast útvarpssendingar. Men hvat er podcast, og hvørjir eru fyrimunirnir og vansarnir Vit spyrja Lindu Mortansdóttir og Birgir Kruse. Metnógvir filmar eru latnir inn til Geytan hesuferð. Vit fara at fregnast um Geytan eins og finskar filmar, nú Finnland í gjár rundaði tey 100 árini sum sjálvstøðug tjóð. Stella Kristina og Stella Karina ella bara Stellurnar, teljast millum vakrastu skipini, ið hava siglt undir føroyskum flaggi. Í gjárkvøldið varð nýggj bók um Stellurnar løgd fram í Stelluhúsinum í Klaksvík, og vit vóru á staðnum. Eygleiðingin er fastur táttur hósdag, og í dag er evnið skattanýskipanaruppskotið, sum Sólvit Nolsøe og Georg Lindenskov Petersen fara at skifta orð um. Tú kanst hoyra sendingina her Men enn er ógreitt, um Javnaðarflokkurin verður fullmannaður, tá málið kemur til atkvøðugreiðslu, og um formaðurin í Frams okn hevur tosað síni tingfólk til rættis. Eirikur Lindenskov, ábyrgdarblaðstjóri og viðmerkjari, sigur, at rumblið í Javnaðarflokkinum, síðani samgongan tók við, kostar allari samgonguni, tí Tjóðveldi og Framsókn halda tørn í tingmannatali. Blaðið The Sun skrivar, at einki hendir í brexit samráðingunum hesa vikuna, og tey tíðindini hevur blaðið frá keldum í Norðurírska Sambandsflokkinum, sum stuðlar Theresu May, forsætisráðharra. Samstundis vísir ein meiningakanning, at bretsku veljararnir eru ónøgdir við gongdina í samráðingunum. 61 av teimum spurdu siga, at stjórnin ikki ger eitt nóg gott arbeiði í samráðingunum. Samstundis verður næstformaðurin í norðurírska Sambandsflokkinum endurgivin fyri at siga, at tað er írska stjórnin, sum roynir at forða samráðingunum, og at tað kann skaða góðu viðurskiftini, sum eru ímillum írar og bretar. Tað er hált um alt landið í morgun, og tað er nakað av jarðroki meðan ælini ganga, og tað er faktisk allastaðni kring alt landið. Veginir eru frá frostmarkinum niður á eini 3 kuldastig. Tað er kalt og frost í morgun, og tað er nógvur vindur framvegis og nakað av kavaælingi, sigur hann og heitir á bilførarar um at ansa sær og koyra varðliga á landsvegnum í morgun. Serliga á Gjáarvegnum er tað vindhart, og tað liggur um 30 m s í hvirlunum. Har eru serstakliga vánalig koyrilíkindi á Gjáarvegnum. Nú skal Búskapargrunnurin gerast tað amboðið í føroyska búskapinum, sum Tjóðveldi ætlaði, tá hann kom við honum fyri góðum seks árum síðani. Inntøkur, sum kunnu sveiggja nógv, verða beindar gjøgnum Búskapargrunnin, har partur av inntøkunum verður javnaðar yvir ár, áðrenn hann fer í fíggjarlógina. Lógarkravda minsta gjaldføri landskassans, sum er 15 prosent av bruttotjóðarútreiðsluni, BTÚ, verður í framtíðini flutt í Búskapargrunnin. Í samgonguskjalinum hjá Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn stendur, at Búskapargrunnurin skal fáast at virka sum barlast til tess at tryggja ein haldføran og sjálvberandi búskap, sum styrkir samhaldsfesti millum ættarlið og niður laðar ríkisveitingina. Kravið um svávul, sum skip brúka, tá tey liggja við bryggju ella fyri akker nærri landi enn tveir fjórðingar, kemur tó í gildi 1.juli næsta ár. Útlendsk skip hava ligið millum oyggjar í Føroyum, meðan tey bíðaðu eftir farmi, tí her sluppa tey at dálka meira enn í Danmark til dømis. Tað eru 51.000 tons meira enn ICES mælir til í sínum endurskoðaða tilmæli, sum er góð 160.000 tons minni enn fyrra tilmælið hjá fiskifrøðingunum í ICES var. Fiskimálaráðið fer nú at endurskoða trúnaðarfrámerkingina á skjølunum, sum spurt verður úr, nú avhoyringar eru í kanningini um embætisførsluna hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, og um eftirlitið hjá Akseli V. Johannesen, løgmanni. Nógv skjøl hjá Fiskimálaráðnum, sum onnur ikki mugu fáa innlit í, tí tey hava stemplið í trúnaði , eru orsøkin til, at avhoyringar hjá kanningarstjóranum hjá løgtinginum eru fyri afturlatnum durum. Tí vil Fiskimálaráðið ikki, at avhoyringarnar hjá kanningarstjóranum eru almennar. Og tí sleppa tíðindafólk heldur ikki at hoyra tær. Í nýmótans samanrenning av myrkri og ljósi, ljóði og lestri, tulka tónleikarar sálmar úr Sálmabókini ein heildaruppliving við íblástri úr kirkjuligari liturgi. Tað er ógreitt hvat hendir á tingfundinum sum eftir skránni skal byrja hvørja løtu. Ein annar spurningur er, um ikki órógvið er størri í samgonguni nú, enn tað hevur verið um uppskotið. Tá álitið kom fram, segði Hanna Jensen, tingkvinna, at tey 8,5 , sum skulu latast til menningarkvotur, er alt ov stórur. Framsókn vildi at byrja við ikki taka undir við menningarkvotunum, men góðtók síðani at 5 kundu fara til menningarkvotur, sum síðani vóru hækkaðar upp í 7 prosent, og í álitinum til 8,5 . Tað er ikki eydnast okkum at fáa orðið á Honnu Jensen í morgun, men Poul Michelsen, formaður í Framsókn sigur, at flokkurin fer at fylgja gongdini í dag og kanna, hvat talan er um. Og skulu broytingar gerast, so mugu tær gerast millum aðru og triðju viðgerð, sigur hann. Hann segði við útvarpið fyrradagin, at hann hevði boðað Akseli V. Johannesen, løgmanni, frá ferðini, sum var fyrireikað í fleiri mánaðir. Hann vildi kortini ikki siga nakað um, um hann fór at fáa onkran annan at taka sæti á tingi fyri seg, ella um hann fór at kleara við onkran tinglim. Um so er, so má tað vera onkur í andstøðuni, og gitt verður eisini, hvør tað kann vera. Aksel V. Johannesen, løgmaður, segði í gjárkvøldið, at hann hevði tað álit á Kristini Michelsen, at hann annaðhvørt fór at biðja ein annan tinglim úr Javnaðarflokkinum koma á ting fyri seg, ella at hann klearaði við onkran annan. Meir vildi løgmaður ikki siga. Vísir tað seg, at Kristin Michelsen hevur klearað við onkran tinglim, so kann andstøðan rýma úr tingsalinum, og so ber ikki til at sta tingfundin, tí tá vera bert 16 samgongufólk á fundi. Hendir tað, so má løgtingsformaðurin slíaa fundin, taka málið um fiskivinnunýskipanina av skránni, og so seta nýggjan tingfund til at viðgera hini málini. Trý onnur uppskot koma til viðgerðar í løgtinginum í dag, og eitt av teimum er uppskotið frá Miðflokkinum um at leingja verandi fiskivinnuskipan í eitt ár. Í 2006 var flogfarið hjá Roger Hodgson seinkað fyri veður. Hann bíðaði í Íslandi, og eina løtu vóru vónirnar lítlar um, at hann náddi at vera við á festivalinum. Tað vóru boðini frá formanninum í sosialdemokratiska flokkinum í Týsklandi, Martin Schultz, tá hann setti landsfundin hjá flokkinum í dag, hósdag. Nýggja grundlógin skal leggjast fyri tingini í øllum londunum, og tey sum ikki vilja vera við, melda seg sjálvi úr ES, segði hann. Boðini eru ein hóttan til Poland og Ungarn, sum eru komin undir trýst, tí londini ikki vilja gera eftir krøvum, sum ES tingið hevur samtykt. Hann skuldsetti beinleiðis londini fyri at undirgrava samstarvið í ES. Ætlanin hjá honum er, at sameinda Europa skal syrgja fyri trygd, bæði innanlands og uttanlands, krevja skatt og stýra pengapolitikkinum, stýra flóttafólkamálum og standa fyri menningarhjálpini. Eftir valið til samveldistingið, gjørdi Schultz greitt, at flokkurin ikki fór at halda fram í stjórnini saman við Angelu Merkel, samveldiskanslara, tí flokkurin fekk ein frammaná á valinum. Men eftir at samráðingarnar um nýggja stjórn endaðu í november, boðaði hann frá, at flokkurin fer undir samráðingar við Merkel um nýggja stjórn. Hann sigur, tað vera eina skyldu hjá flokkinum at skapa trygg viðurskifti í Týsklandi, og tí kennir flokkurin seg noyddan at fara uppí stjórnina hjá Merkel. Men tað verður kortini ikki uttan treytir segði hann. Soleiðis siga tey í Klaksvíkar sjónleikarfelag um leikin Buldralig jól, sum verður sýndur seks ferð um vikuskiftið. Fyrstu ferð í kvøld, fríggjakvøldið, klokkan 7. Spælt verður í gomlu brandstøðini. Har rúmast bara 50 áskoðarar hvørjaferð, og tí verða tað í mesta lagi 300 fólk í alt, sum sleppa til Buldralig jól. Nýggi sáttmálin hjá sjúkrarøktarfrøðingunum er ein av orsøkunum til, at ongin semja er funnin millum partarnar. Tað sigur Annika Olsen, forkvinna í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum. Tað var sum sagt sindur truplar samráðingar, tí at tann sáttmálin, sum varð gjørdur við sjúkrarøktarfrøðingarnar skeiklaði samráðingarnar við Starvsmannafelagið. So í løtuni hendir einki, sigur hon. Tað er ikki vanligt, at tað tekur so langa tíð hjá Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum at finna semju við eitt fakfelag, sum frammanundan hevur gjørt sáttmála við Fíggjarmálaráðið, sigur hon. Vit mettu ikki, at man kann gera ein annan sáttmála við Starvsmannafelagið enn tann, sum Fíggjarmálaráðið hevur gjørt, og tað var man so ikki samdur um. Nú mugu vit so síggja, hvussu leikur fer fram við hesum samráðingunum, sum vit hava nú við Pedagogfelagið, og tað kemur at vera tað, sum vit leggja okkara orku í nú fyribils. Spurd um sáttmálin við Pedagogfelagið fer at ávirka, tað sum Starvsmannafelagið kann vænta av Kommuna Arbeiðsfelagnum, svarar Annika Olsen, forkvinna, at tað er ilt at siga, tí fakfeløgini eru ymisk. Tað, sum plagar at vera galdandi, tá man samráðist um lønarviðurskifti, er, at tann fyrsti sáttmálin leggur eitt slag av einum støði, sigur hon. Gjøgnumbrotið snýr seg millum annað um markið ímillum Írland og Norðurírland, og hvørji rættindi ES borgarar skulu hava, tá Bretland fer úr ES. Tað er neyðugt, tí Norðurírland fyigir Bretlandi úr ES, meðan Írland verður verandi í ES. Á tíðindafundinum segði bretski forsætisráðharrin, Theresa May, at markið ímillum londini verður verandi, sum tað er, og at talan ikki verður um nakað stríðsmark við strongum eftirliti ímillum Írland og Norðurírland. Nóg mikið er at taka hond í, tí ein handilsavtala skal gerast, og partarnir skulu eisini semjast um felags átøk fyri at steðga yvirgangi. Roknað verður ikki við .at bretar eru klárir at fara úr ES seinast í mars í 2019, sum ætlanin er, og tí er neyðugt við eini skipan, sum fer at gera, at partar av avtaluni verða settir í verk sum ætlað, meðan aðrir partar verða settir í verk stigvíst. Tað var í september í 2015, at ES samtykti at býta 120.000 flóttafólk ímillum limalondini, Tað hendi, eftir eitt sera hvast og hart orðaskifti í ES tinginum. Grikkaland og Italia vóru um at verða runnin yvir enda av nógvu flóttafólkunum, sum tá komu, og tí máttu nógv flóttafólk sendast til onnur lond. Fleiri ES lond í Eystureuropa vóru hart ímóti ætlanini, men tey taptu tá atkvøtt var, og tað hevur síðani havt við sær ógvusliga ósemju á fleiri økjum í ES. Hóast tað, so hava londini ikki latið markið upp fyri flóttafólkum, og tey hava heldur ikki givið nakrar ábendingar um, at tey fara at gera tað. Tað var í september í 2015, at ES samtykti at býta 120.000 flóttafólk ímillum limalondini, Tað hendi, eftir eitt sera hvast og hart orðaskifti í ES tinginum. Grikkaland og Italia vóru um at verða runnin yvir enda av nógvu flóttafólkunum, sum tá komu, og tí máttu nógv flóttafólk sendast til onnur lond. Fleiri ES lond í Eystureuropa vóru hart ímóti ætlanini, men tey taptu tá atkvøtt var, og tað hevur síðani havt við sær ógvusliga ósemju á fleiri økjum í ES. Hóast tað, so hava londini ikki latið markið upp fyri flóttafólkum, og tey hava heldur ikki givið nakrar ábendingar um, at tey fara at gera tað. Í Íslandi eru 13 jólamenn, sum allir hava hvør sítt navn og serliga persónligheit. Og teir jólamenninir eru rættiliga kúllasligir og gera fortreð upp á ymiskar mátar, fortelur Brynja Ósk Birgisdóttir, sum sjálv er úr Íslandi. Eitt, sum fyllir rættiliga nógv í Svøríki í desember, er lusiagonga. Tað er nakað, sum eisini verður sent í sjónvarpi, og tá savnast øll familjan fyri at síggja hetta í sjónvarpinum, sigur Katarina Petersen. Tað er ilt at siga, hvør av teimum fýra flokkunum er størstur sambært nýggju veljarakanningini, sigur Sólvit Nolsøe, stjórnmálafrøðingur. Omanfyri kanst tú hoyra samrøðuna við Sólvit Nolsøe, sum greinar núverandi politisku støðuna og veljarakanninga, sum varð kunngjørd í gjár. Í Public Service sáttmálanum frá januar í ár stendur, at Public service tænastur til deyv og hoyriveik skulu styrkjast. Sendingar, ið hava stóran samfelagsáhuga og týdning, eitt nú valsendingar og viðkomandi dokumentarsendingar, eiga at verða tekstaðar skjótast gjørligt. Hóast hetta, hava ongar dokumentarsendingar enn verið tekstaðar, men nú verður tað, sigur Johnny í Grótinum, stjóri í Kringvarpinum. Kringvarpsstýrið hevur áður sagt, at peningur ikki er til at teksta dokumentarsendingar. Ruth Vang setti í tí sambandi Rigmor Dam, landsstýrisskvinnu ein fyrispurning um málið, og Rigmor Dam svarar, at teksting er ein partur av játtanini, og at peningur skal ikki oyramerkjast til teksting. Johnny í Grótinum sigur, at Kringvarpsstýrið hevur tosað um málið, og tey eru samd við Rigmor Dam. Tað snýr seg um raðfesting av peningi, og nú verður teksting raðfest. Tilgongdin at teksta dokumentarsendingar og aðrar sendingar, sum hava stóran samfelagsáhuga byrjar beinanvegin í januar, og stjórin heldur ikki, at tað fer at taka langa tíð til fyrstu sendingarnar verða tekstaðar. Sendingarnar verða tekstaðar sum sersendingar á netinum. Tingfundurin í morgun byrjaði ikki fyrr enn næstan ein tíma seinni enn ætlað. Orsøkin var ikki ósemja um fiskivinnunýskipanina, men veðrið og koyrilíkindini tarnaðu tingfólkum at koma til arbeiðis. Andstøðan mælir frá at samtykkja uppskotið, men líkt er til, at Kristin MIchelsen, sum fór av landinum í morgun, hevur klearað við onkran tinglim í andstøðuni. Hetta merkir at ein samgongulimir, sum ætlar at atkvøða ja, ger eina avtalu við ein andstøðulim, sum ætlar at atkvøða nei. Semja er heldur ikki í Framsókn um uppskotið, sum tað er orðað nú, og Hanna Jensen, tingkvinna hjá Framsókn, segði við in.fo fyri løtu síðani, at hon ikki vil siga, hvussu hon fer at atkvøða. Poul Michelsen, formaður í Framsókn, segði fyrr í morgun, at flokkurin fer at fylgja gongdini í dag og kanna, hvat talan er um. Og skulu broytingar gerast, so mugu tær gerast millum aðru og triðju viðgerð, segði hann. Rógvi Olavson var staddur í løgtinginum fyrrapart, og hann segði við útvarpið at samgongan ikki er heilt fullmannað. 16 fólk eru stødd í Løgtinginum, sum væntandi atkvøða ja til uppskotið um fiskivinnunýskipan. Tað letur upp fyri, at andstøðan rýmir av tingfundinum áðrenn atkvøðugreiðsluna seinni í dag ella í kvøld. Tað kann andstøðan gera. Eg hoyrdi eitt andstøðufólk siga, at hann ætlaði ikki at gera hetta, tí tað fór at útseta pínuna, sum hann orðaði seg, segði Rógvi Olavsson. Hendir tað, at andstøðan rýmir úr tingfundinum, so verður atkvøðugreiðslan útsett, tí tað skulu vera 17 tinglimir til staðar, um ein atkvøðugreiðsla skal fara fram. Tá Kristin Michelsen ikki er til staðar, eru bara 16 fólk eftir, um andstøðan rýmir. Plastið, sum er funnið í vøruni, kemur frá onkrum av formunum, sum eru nýttir í framleiðsluni. Plastið er góðkent at brúka í sambandi við matvørur, men er ikki egna at vera í vørunum. Á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, hfs.fo, sæst neyvt, hvør vøran er og haldførisdagfesting og annað. Áður nevndu vørur, við neyvu vørunummurum og haldførisdagfesting, skulu berast aftur til handilin, har tað er keypt. Okkara sildakvota verður við hesum broytingum somikið lág, at grundarlag er ikki fyri báðum skipunum, sigur Kristian Martin Rasmussen, reiðari. Sambært egnum útrokningum hjá reiðarínum verður ikki meira enn umleið 12.000 tons av norðhavssild til tey bæði skipini, Norðborg og Christian í Grótinum, at fiska. Og tað er alt ov grundarlag fyri tveimum skipum, sambært Kristiani Martini Rasmussen. Norðborg er millum nýggjastu skip í føroyska fiskiflotanum, og skipið er mett at vera mest framkomna verksmiðjuskip í flotanum. Sambært reiðarínum stavar umleið helvtin av inntøkunum hjá Norðborg frá sildafiskiskapinum. Í gjár gjørdu strandalondini avtalu um, hvussu nógv tons av norðhavssild skal fiskast í 2018. Fiskifrøðingarnir í ICES mæltu til at skerja fiskiskapin 40 prosent politiska semjan millum strandalondini á felagsfundi í Keypmannahavn endaði við 33 niðurskurði á 33 prosent. Tí verður mest loyvda veiðan av norðhavssild 435.000 tons næsta ár. Eingin strandalandaavtala er um norðhavssildina. Strandalondini eru bara samd um, hvussu nógv av norðhavssild skal fiskast tilsamans næsta ár ikki hvussu nógv londini eiga í part. Føroyar hava tí ásett sær sína egnu sildakvotu Føroyar krevja 19,4 prosent av norðhavssildini. Við støði í hesum verður føroyska kvotan 84.390 tons næsta ár. Til samanberingar er føroyska kvotan av norðhavssild 125.000 tons í ár. Føroyska kvotan minkar sostatt 40.000 tons. Sambært nýskipanaruppskotinum, sum er til 2.viðgerð í løgtinginum ídag, skal sildakvotan býtast munandi øðrvísi næsta ár. Sambært nýggjastu broytingunum í nýskipanaruppskotinum hjá landsstýrinum skulu 15 prosent av sildakvotuni, upp til 65.000 tons, seljast á uppboðssølu. Eisini skal alt tað, sum er omanfyri 65.000 tons, seljast á einum øðrum slagi av uppboðssølu her er talan um tær sonevndu uppboðsárskvoturnar. Harumframt koma menningarkvoturnar. Sambært nýggjasta broytingaruppskotinum fær landsstýrismaðurin heimild at luta út 8,5 prosent av samlaðu føroysku kvotuni til menningarkvotur. Men fyri norðhavssildina skal ein serskipan vera galdandi í 2018 skal landsstýrismaðurin fáa heimild at luta út 10 prosent av føroysku kvotuni sum menningarkvotur. Triðja broytingin sum er komin inn í lógaruppskotið um sjófeingi undir viðgerðini í vinnunevndini síðstu dagarnar er ein nýggj heimild hjá løgtinginum at taka inn upp til trý prosent um árið av øllum kvotum, sum ikki eru seldar á uppboðssølu. Jógvan Skorheim er vísur í, at fiskivinnuskipanin verður broytt aftur, so skjótt ein onnur samgonga kemur framat, tí núverandi samgonga ikki hevur roynt at tillaga uppskotið soleiðis, at fleiri taka undir við tí. Trupulleikin, sum Jógvan Skorheim sær hann, er, at vinnulívið fer at niðurlagast av hesari fiskivinnunýskipanini. Vinnunevndin hevur, sambært honum, ongantíð kannað, hvat er besta loysnin fyri fiskivinnuna. Jógvan Skorheim endaði við at ávara alivinnuna á Tingsins Røðarapalli í dag. Han er bangin fyri, at landsstýrið ætlar tað sama við alivinnuni, sum við fiskivinnuni. Annita á Fríðriksmørk, løgtingslimur fyri Tjóveldi, spurdi Jógvan Skorðheim, hvat hann so kundi hugsað sær, tí hann var so negativur um alt í fiskivinnuuppskotinum, heldur enn at tosa um, hvussu fiskivinnupolitikkurin hjá Sjálvstýrinum sær út. Hon spurdi, um hann ætlaði, at verandi aktørar skulu hava alt. Jógvan svaraði aftur, at karmarnir í fiskivinnuuppskotinum eru ótryggir fyri vinnulívið og verandi aktørarnar, sum als ikki fáa so nógv, sum sagt verður. At byrja við fekk Ísland 3.200 atgongumerki at selja íslendingum. Men áhugin fyri at keypa atgongumerki er størri, enn talið av atgongumerkjum, og tí verður neyðugt við lutakasti. Hóast leikvøllirnir, har Ísland skal spæla, hava pláss fyri 45 túsund áskoðararum, so hava íslendingar bara fingið átta prosent av samlaðu atgongumerkjunum, sum svarar til 3.200 pláss. KSÍ hevur, saman við øðrum tjóðum, verið í samband við FIFA og biðið um at fáa størri part enn bara 8 prosent, og nú hevur Ísland fingið 1.365 atgongumerki aftrat teimum 3.200. Ísland, sum í løtuni er á 21. plássi í almennu stigatalvuni hjá FIFA, er í D bólkinum, og skal spæla móti Argentina í Moskva 16. juni, Nigeria í Volgograd 22. juni og Kroatia í Rostov 26. juni. Evsta mark at søkja um atgongumerki er 31. januar til innleiðandi dystirnar, og eisini um Ísland kemur víðari í kappingini, skrivar RUV. Myndaódn er heitið á nýggjari listaframsýning í Steinprenti. Innihaldið er bæði figurativ og non figurativ myndlist, altso abstrakt. Framsýningin heldur fram allan desember. Hoyr Jan Andersson greiða frá Bernhardur Wilkinsson, sum skal stjórna orkestrinum, sigur, at tey, sum manna orkestrið, eru teir bestu musikkskúlanæmingarnir innan blásiljóðføri og slagverk í Føroyum. Tónleikararnir eru á høgum støði , sigur dirigenturin og tónleikarin, sum hevur úr at gera í hesu jólatíð við nógvum ymsum verkætlanum, bæði í Føroyum og í Íslandi. Konsertin við Føroya Landsorkestri verður leygardagin 9. desember klokkan 16 í Skúlanum við Løgmannabreyt Leygarkvøldið verður konsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði við Teiti Lassen. Áðrenn konsertina borðreiðir nýggja matstovan Frumbiti forkunnugan mat við føroyskum rávørum fyri konsertgestunum. Matstovan heldur vanliga til í Dr. Jacobsensgøtu í Havn men í desember borðreiðir matstovan trý leygarkvøld á rað í Fuglafirði. Hoyr samrøðu við matstovuleiðaran Jógvan Breckmann og avstralska kokkin Brent Morrow Hava Kristin Michelsen í Javnaðarflokkinum og Magni Laksafoss í Sambandsflokkinum clearað hvør annan, soleiðis at Magni Laksafoss fer ikki at atkvøða ímóti uppskotinum um fiskivinnunýskipan. Tað hevur verið stóri spurningurin í tinginum í dag, nú Kristin Michelsen er farin av landinum. Hann hevur ikki biðið um farloyvi úr tinginum, meðan hann er burturstaddur. Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, sigur, at hann hevur onga avtalu gjørt við Magna Laksafoss, sum eisini er næstformaður í Sambandsflokkinum, um at Magni Laksafoss og Kristin Michelsen skulu cleara hvør annan í sambandvi við atkvøðugreiðsluna um fiskivinnunýskipanina. Og tá ið andstøðan einans taldi 15, so var fiskivinnunýskipanin samtykt við einari atkvøðu meiriluta. Uppskotið fer sostatt víðari til 3. viðgerð, sum verður í komandi viku. Stóri spurningurin hevur í allan dag verið, um Magni Laksáfoss og burturstaddi Kristin Michelsen høvdu gjørt eina innanhýsis sokallaða clearingavtalu, sum inniber, at Magni Laksáfoss ikki atkvøddi, so tað ikki fekk týdning, at Kristin Michelsen var burturstaddur. Fomaðurin í Sambandsflokkinum legði hart trýst á Magna Laksáfoss í útvarpstíðindunum og í Degi og viku í kvøld, men líka lítið hjálpti. Enn eru atkvøðurnar ikki almannakunngørdar á heimasíðu løgtingsins, men alt bendi á, at tað var Magni Laksáfoss, sum gjørdi at vágskálin fall til fyrimun fyri samgonguna. Tað er alment kent, at Magni Laksáfoss var samráðingleiðarin hjá Sambandsflokkinum í samráðingunum við samgonguna um breiða semju, og at Magni Laksáfoss mælti flokkinum hjá sær til at taka undir við einu samráðingaruppskotið, men at flokkurin kolldømdi sama uppskot. Spurningurin er tí, um clearing avtalan fær avleiðingar fyri Magna Laksáfoss. Bárður á Steig Nielsen viðgongur í Norðlýsinum, at hann er vónbrotin, men vil ikki siga, um tað fær avleiðingar fyri Magna Laksáfoss, at hann hjálpti samgonguni. Reyðan knapp ella grønan knapp. Tingkvinnurnar hjá Framsókn, Hanna Jensen og Ruth Vang vóru ivasamar um fiskivinnunýskipanini líka til tað síðsta, men atkvøddu tá avtornaði fyri fiskivinnunýskipanini. Tað bjargaði samgonguni í kvøld, tó so boðaði framsøgukvinna Hanna Jensen frá av talarastólinum í kvøld, at tær møguliga fóru at krevja broytingar, áðrenn trýst verður á grøna knøttin fyri uppskotinum við triðju og seinastu viðgerð í næstu viku. Júst hvat skal broytast, er enn ógreitt, men, tað eru mongu broytingarnar í vinnunevndini, sum smakka teimum illa og serstakliga økiskvoturnar. Magni Laksáfoss, sum er næstformaður í Sambandsflokkinum, legði nakrar minuttir aftaná atkvøðugreiðsluna, sína frágreiðing av støðuni út á facebookvangan hjá Sambandsflokkinum. Tað er mín innarliga sannføring, at vit sum fólkavaldir politikarar hava eina stóra og tungtvigandi skyldu, at taka fulla ábyrgd av samfelagnum yvirfyri herbúgvandi fólkinum, komandi ættarliðum og vinnuni í landinum.Vit kunnu ikki loyva okkum at renna undan hesi ábyrgd, men eiga við fullum huga at smoyggja upp ermar og fara til verka fyri at skapa tað best møguliga samfelagið fyri okkum øll, sum búgva á hesum brimbardu klettum. Ongantíð er hetta meiri neyðugt enn nú, vit sita og viðgera sjálvt lívsgrundarlagið undir samfelagnum, fiskivinnuna. Hon hevur verið okkara álit í farnum árum, og hon fer at vera tað mong ár fram í tíðina. Her eiga vit meiri enn nakrantíð, at stremba eftir at finna felags stev og breiðar semjur, sum skapa vinnuni tryggar og burðardyggar karmar at virka undir. Partapolitiskt kegl og runublakarí eiga ikki at fáa rúmd í viðgerðini av hesum stórmáli, tí til tess er fiskivinnan og sjófólkið, sum virkar á havinum, alt ov týdningarmikið. Magni Laksáfoss tók upprunaliga undir við at gera semju millum samgonguni og Sambandsflokkinum, men undirtøka var ikki fyri hesi semju í flokkinum. Magni Laksáfoss nertir við samráðingartilgongdina í skrivi sínum. Ymiskar loysnir hava verið á borðinum. Sjálvur havi eg verið við í arbeiðinum í Sambandsflokkinum at gera eina nýskipan av fiskivinnuni. Sambandsflokkurin hevur sjálvsagt eina serliga ábyrgd fyri at virka fyri at skapa eina loysn, tí tað var jú Sambandsflokkurin og landsstýrismaðurin hjá flokkinum, Bjørn Kalsø, sum søgdu gomlu skipanina upp. Eftirfylgjandi sat eg eisini við samráðingarborðið, tá Sambandsflokkurin og samgongan samráddust fyri at finna eina semju um fiskivinnunýskipanina. Samráðingarnar gingu væl, og Sambandsflokkurin fekk mest sum øll síni ynskir við í semjuna, meðan samgongan fekk síni prinsippir staðfest í semjuni. Hetta var, eftir mínum tykki, ein góð semja, har partarnir høvdu virðing fyri hvørjum øðrum og strembaðu eftir at finna eina politiska javnvág, sum kundi tæna vinnuni og samfelagnum best møguligt. skrivar Magni Laksáfoss Avtalan inniber, at føroysk skip og skip úr ES londum sleppa at fiska sløk 31.000 tons av makreli hjá hvør øðrum næsta ár, og tað svarar til lutfalsligu lækkingina av heildarkvotuni av makreli 2018. Fiskiskapurin eftir norðhavssild lækkar samsvarandi lækkingini í heildarkvotuni, og sostatt kunnu føroysk skip og ES skip fiska 4.000 tons av norðshavssild hjá hvør øðrum. Kvoturnar av kongafiski, flatfiski og øðrum fiskasløgum hjá ES skipum undir Føroyum minka næsta ár, men kvoturnar av toski, hýsu, upsa og blálongu verða óbroyttar. Hóast fleiri sameind lond hjá USA hava funnist hvassliga at avgerðini hjá Donald Trump, forseta, um at viðurkenna Jerusalem sum høvuðsstað Ísraels, tí tað kann skaða friðartilgongdina í Miðeystri, verjir amerikanski ST sendiharrin, Nikki Haley, avgerðina hjá Trump. Spurningurin um, hvørja støðu Jerusalem skal hava, hevur verið størsta stríðsevni í mongu friðartingingunum millum Ísrael og palestinar. Tað er serliga tíðarskeiðið millum klokkan 3 og 5 í nátt, at gjaldskort og netbanki verða svikalig, siga peningastovnarnir í hvør sínari fráboðan. Tað kendist sum ein lætti hjá teimum flestu á landsfundinum hjá Miðflokkinum í gjár, at einki spurdist burtur samráðingunum millum samgonguflokkarnar og Miðflokkin. Tað vóru tey, sum undraðust, at Miðflokkurin fór at tingast um landsstýrissamgongu, samstundis sum innanhýsis trupulleikar vóru í Javnaðarflokkinum. Men Jenis av Rana sigur, at Miðflokkurin hevði alla tíðina gott samskifti við Kristin Michelsen og Bjarna Hammer, tingmenn hjá javnaðarflokkinum, og flokkurin kendi tað ongantíð soleiðis, at samráðst varð upp á hvamsvís Fyri løtu síðani løgdu semingsmenninir eitt semingsuppskot fyri Pedagogfelagið, Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum og Kommunala arbeiðsgevarafelagið. Semingsmenninir fóru aftur á fund við partarnar um eitt tíðina í dag, og klokkan trý korter til fimm løgdu teir eitt semingsuppskot fram. Royndin hjá semingsstovninum at fáa semju millum Pedagogfelagið, Lønardeildina í Figgjarmálaráðnum og Kommunala arbeiðsgevarafelagið eydnaðist ikki. Pedagogfelagið hevur lýst verkfall frá týsmorgni klokkan 7. Tað umfatar eindarleiðarar innan Almannaverkið og aðrar stovnar hjá landinum og leiðarar og deildarleiðarar á dagstovnum og dagrøktum. Men tað vera kommunurnar, sum gera av, um til dømis barnagarðar steingja, sigur Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum. Um fimm tíðina í gjár var eitt semingsuppskot lagt fyri partarnar, men tað varð vrakað, og tað gjørdu bæði Pedagogfelagið, Lønardeildin í Figgjarmálaráðnum og Kommunala arbeiðsgevarafelagið. Semingsmenninir, Terje Sigurðsson og Símun Absalonsen, eru givnir at royna semju, og Pedagogfelagið hevur lýst verkfall at byrja týsmorgunin klokkan 7. Kravið hjá Pedagogfelagnum er, at pedagogar fáa somu løn sum onnur við somu útbúgvingarlongd til dømis sjúkrarøktarafrøðingar, men tað kravið var ikki eftirlíkað í semingsuppskotinum, sigur formaðurin í Pedagogfelagnum. Samanbrestir hava verið millum mótmælisfólk og libansk trygdarherlið uttan fyri amerikansku sendistovuna í norðara parti av høvuðsstaðnum Beirut. Mótmælisfólkini steinaðu sendistovuna og kyndu bál á gøtuni uttanfyri. Trygdarherliðini brúktu táragass og vatnkanónir at spjaða mótmælisfólkið og settu upp vegforðingar uttan fyri sendistovuna. Arabiska samgongan hevur á fundi fordømt amerikansku avgerðina at viðurkenna Jerusalem sum høvuðsstað Ísraels og sigur seg hava mist álitið á USA sum semingspartur fyri friði í Miðeystri. Jødiska synagogan í Gøteborg var álopin við bensinbumbum í gjárkvøldið, men tað eydnaðist ikki teimum 20 álopsfólkunum at seta eld á bygningin. Hildið verður, at álopið skal setast í samband við avgerðina hjá amerikanska forsetanum Donald Trump at viðurkenna Jerusalen sum høvuðsstað Ísraels. Fríggjadagin var eitt mótmælistiltak í Malmø, har 200 fólk savnaðust at mótmæla viðurkenningini, og har hoyrdust eisini hatursróp ímóti jødum. Mótmælistiltakið og álopið á synagoguna hava fingið politikarar at tala at. Pláss er ikki fyri antisemitismu í svenska samfelagnum, sigur hann, og vil hava at tey verða revsað, ið hava ábyrgdina av álopunum. Øll tey, ið virða fólkaræðið, mugu standa saman um eitt opið og frísinnað samfelag, har øll kenna seg trygg, sigur forsætisráðharrin. Tað sama siga Margot Wallstrøm, uttanríkisráðharri, Jan Bj rklund leiðari í Liberala flokkinum og Annie L f, forkvinna í Centerpartiet. Hóttanir og harðskapur eiga ikki pláss í okkara samfelag, sigur uttanríkisráðharrin um álopið á synagoguna í Gøteborg og hatursrópini í Malmø ímóti jødum. Eftir álopið á synagoguna í Gøteborg hevur svenska løgreglan styrkt vaktarhaldið har og við aðrar synagogur millum aðrar hana í Malmø. Fíggjarmálaráðið heldur seg til lønarkarmin í sáttmálanum, sum varð gjørdur við Starvsmannafelagið í samráðingunum við Pedagogfelagið, og hevur ikki ætlanir um at geva námsfrøðingunum ella øðrum fakbólkum somu lønarhækking, sum sjúkrarøktarfrøðingarnir hava fingið. Hann vísir á, at fáa fleiri fakfeløg somu lønarhækking, fara lønarútreiðslurnar hjá landinum at vaksa út um mark. Fíggjarmálaráðið noyðist at halda seg til ein fíggjarkarm, sum er ráðiligur fíggjarliga, sigur Jan Mortensen. Amerikanarar hava 59 slík flogfør og átta teirra skulu hava støð í Íslandi, tí russiska kavbátavirðkemið í Norðuratlantshavi økist, serliga nærhendis Íslandi, skrivar Iceland review. Ein talsmaður fyri amerikanska verjumálaráðið sigur við blaðið, at Rusland økir um kavbátavirksemið í Norðuratlantshavi fyri at verða nærri amerikansku eysturstrondini, um ein kreppa skuldi tikið seg upp. Magnus Nordenmann, serfrøðingur á amerikanska stovninum Atlantic Council í Washington, sigur, at Ísland aftur fer at gerast eins týðandi og tað var undir kalda krígnum, tí úr Íslandi ber til at halda eyga við virksemi Russlands í Norðuratlantshavi. Ísland er í eini strategiskari lyklastøðu, og kann samanberast við ein flogbera í miðum Atlantshavi, ein flogbera, ið ikki ber til at søkkja, og sum flogfør kunnu flúgva til og frá, sigur Magnus Nordenmann. Bretski marknaðurin er sera týdningarmikil marknaður fyri Ísland, og íslendska stjórnin hevur arbeitt hart fyri at tryggja, at áhugamálini hjá Íslandi eru vard og at hugsandi møguleikar ikki fara afturvið borðinum. Fleiri ráðharrar og embætisfólk havt fundir á høgum stigi við bretsku starvsfelagar sínar, samstundis sum arbeitt verður tætt saman við hinum EFTA londunum, ES og tess limalondum. Tað skrivar føroyska sendistovan í Reykjavík í tíðindabrævi. Ísland er bæði framtakssamt og nýhugsandi, tá tað kemur til framtíðarmøguleikar og er bjartskygt um at uppbyggjandi úrslit fer at spyrjast burturúr. Íslendska stjórnin hevur tí kannað um møguligu avleiðingarnar av Brexit, umframt eina ímyndaða hendingagongd, har EBS reglurnar halda uppat at virka millum Ísland og Bretland. Frágreiðingin vísir í høvuðsheitum formliga løgfrøðiliga grundarlagið á hvørjum øki, sum er fevnt av EBS avtaluni og meting av møguligari avleiðing av, at hesar reglur ikki longur eru í gildi mótvegis Bretlandi. Talan er um 26 øki, til dømis marknaðaratgongd, matvørutrygd, um arbeiðsmegi heur frítt at fara, góðkenning av vinnuligum førleikum, fíggjarvirksemi, tele og posttænastur, sjóvegis flutningur, flogferðsla, útbúgving, mentan og vísindi, skrivar føroyska sendistovan í Reykjavík. Flogvøllurin ætlar at lækka avgjøldini, sum flogfeløg rinda fyri at nýta flogvøllin, við 10 prosentum. Tað skrivar flogvøllurin í tíðindaskrivi. Trýst hevur verið á flogvøllin um at lækka flogvallaravgjøldini bæði frá viðskiftafólkum og frá politikarum, og hesar atfinningar hava vit tikið til okkum, sigur nevndarformaður fyri flogvallirnar í Keypmannahavn, Lars Nørby Johansen. Danska stjórnin legði í juli fram eina strategi fyri flogferðslu, sum ásetti, at prísirnir skuldu lækkast, fyi at gera tað bíligari hjá fólki at ferðast. Og fleiri flogfeløg millum annað SAS hava funnist at prísstøðinum á avgjøldunum hjá flogvøllinum í Kastrup. Lars Sandahl Sørensen stjóri í SAS, sigur, at lækkingin er eitt fet á røttu leið, men enn er prísstøði ikki nóg lágt. Vit síggja, at aðrir flogvallir hava lækkað prísirnar, men skulu vit verða kappingarfør við onnur flogfeløg, so mugu avgjøldini lækkast enn meira . Hann sigur eisini, at lækkingin væntandi fer at ávirka flogferðaseðlaprísirnir eitt sindur Vit noyðast at lækka prísirnir fyri at fylgja við í kappingini við onnur flogfeløg , vísur hann á. Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways sigur í stuttari viðmerking, at hon fegnast um, at flogvøllurin í Kastrup endiliga lækkar prísirnir, tí avgjøldini eru vorðin ein munandi partur av flogferðaseðlaprísunum. Enn hevur flogfelagið ikki fingið beinleiðis boð frá flogvøllinum í Kastrup um, at avgjøldini fara at lækka, men hon væntar at fáa boð um hetta í næstum. Og um so er, fáa viðskiftafólkini hjá føroyska flogfelagnum ágóðan av tí, leggur hon aftrat. Jóhanna á Bergi sigur, at ein lækking á 10 prosent hevur ikki við sær eina stóra príslækking av flogferðaseðlaprísunum. Men sum heild hevur príslækkingin týdning fyri Atlansflog, tí flogfelagið rindar eitt avgjald fyri hvørt ferðafólk, ið ferðast umvegis flogvøllin í Keypmannahavn, og sera nógv ferðafólk ferðast úr og til Føroyar umvegis Kastrup. Jóhanna á Bergi vísur, eins og stjórin hjá SAS á, at talið av ferðafólkum sum ferðast loftvegis er vaksið sera nógv seinastu árini. Flogvallirnir forvinna nógvan pening av hesum vøkstrinum, men flogvallirnir hava ikki lækkað avgjøldini samsvarandi, og tí er ein lækking uppá sítt pláss, leggur Jóhanna á Bergi aftrat. Hon vísur eisini á, at Vága Floghavn eisini átti at havt grundarlag fyri at lækka sínar prísir eins og flogvøllurin í Keypmannahavn, sigur Jóhanna Á Bergi, stjóri í Atlantsflogi í stuttari viðmerking. Tjóðveldi, Miðflokkurin og Javnaðarflokkurin í fíggjarnevndini siga, at uppskotið javnsetir partarnar á arbeiðsmarknaðinum, tí galdandi lóg heimilar bara arbeiðsgevarum henda frádrátt. Minnilutin, Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin, sigur, at allir flokkar í tinginum hava tikið undir við bruttoskattaskipanini til tess at gera umsitingina so einfalda, sum til ber. Vil samgongan lata ein lætta, eigur hon heldur at hækka botnfrádráttin í landsskattinum, siga Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin í fíggjarnevndini, sum mæla tinginum frá at samtykkja uppskotið. Partafelagsskatturin verður tíggju milliónir størri og kapitalvinningsskatturin 20 milliónir størri, enn mett varð, tá uppskotið um fíggjarlóg varð gjørt. Gjøldini til Heilsutrygd verða tríggjar milliónir størri. Punktgjøldini, sum eru avgjøld á eitt nú tubakki, rúsdrekka og bensini, verða eisini minni enn mett. Talan er um tríggjar milliónir krónur. Løgtingið hevur ikki enn avgreitt lógaruppskotini, sum avgera, hvussu nógv landskassin fær frá fiskivinnuni í 2018. So har ber ikki til enn at gera nýggja meting. Peningurin varð nýttur til eina tilgongd saman við Bakkafrosti, sum eigur seinasta føroyska laksin, og Fiskaaling at varðveita føroysku laksastammuna. Tann seinna umbønin um eykajáttan við fíggjarnevndarskjali var 1,2 milliónir krónur at rudda grót á botni í havnini í Skopun, so innsiglingin kundi verða tryggjað. Sambært lógini hevur landsstýrið skyldu at leggja fram uppskot um eykafíggjarlóg um tær eykajáttanir, sum fíggjarnevndin hevur veitt gjøgnum árið, í seinasta lagi 1. desember. Tað er framvegis torført at manna grundleggjandi tænastur á Landssjúkrahúsinum, tænastur, sum eru partur av neyðugum virksemi hjá sjúkrahúsinum. Tí verður brúk fyri fimm milliónum eisini næsta ár, hevur Fíggjarnevndin fingið at vita. Landsstýriskvinnan hevur eisini greitt Fíggjarnevndini frá, at tólini á Landssjúkrahúsinum eru niðurslitin. Bjørn Kalsø spyr, hvør hevur avgjørt at slíta samstarvið, og um landsstýriskvnnan ætlar at fara upp í málið, so samstarvið kann halda fram. Bjørn Kalsø sigur, at fleiri sjúklingar og avvarðandi hava verið væl nøgd við viðgerðina hjá íslendska læknanum og starvsfólki hansara bæði í Føroyum og Íslandi. Forsetin í Venesuela, Nicolas Madura, hevur gjørt av, at størstu andstøðuflokkarnir sleppa ikki at stilla upp til forsetavalið næsta ár, tí flokkarnir boykottaðu kommunuvalið í kreppurakta landinum í gjár. Ein flokkur, sum ikki stillaði upp til valið í dag, sleppur ikki at stilla upp seinni, sigur Maduro sambært týsku tíðindastovuni, DPA. Í summar vóru nógvar kravgongur móti stjórnini hjá Nicolas Maduro, og endin varð, at forsetin upploysti tingið, har andstøðan hevði meirilutan. Tríggir av teimum størstu andstøðuflokkunum í Venesuela stillaðu heldur ikki upp til kommunuvalið í gjár, har 335 borgarstjórar vórðu valdir. Kappingin byrjaði við monnum, og føroysku luttakararnir vóru Magnus Madsen og Jens Kristian Dam, sum báðir vunnu gull, meðan Toni Dam og Bergur Dam Jensen vunnu silvur. Til kappingina hjá kvinnum luttóku Elsa Magnussen og Ingibjørg Thomsen, sum báðar vunnu gull, og Sarita Hansen, sum luttók í opna lættvekts bólkinum, ið er ein bólkur við sera høgum støði, men Sarita megnaði eitt fjórða pláss. Forkvinnan í Róðrarsambandi Føroya, Annika Dalsgarð, er sera nøgd við úrslitini, sum staðfesta, at føroyingar klára seg væl í inniróðri í altjóða kappingum. Tíðirnar hjá føroysku rógvarunum eru niðanfyri Jens Kristian Dam, lættvekt 40 49 ár, 6 38.0 Toni Dam, tungvekt 50 54 ár, 6 21.4 Sarita Hansen, lættvekt opin bólkur, 7 29.9 Bergur Dam Jensen, lættvekt 30 39 ár, 6 36.6 Magnus Madsen, tungvekt 30 39 ár, 6 14.0 Elsa Magnussen, tungvekt 30 39 ár, 7 15.0 Ingibjørg Thomsen, lættvekt 30 39 ár, 7 40.8 Onkur hevur upprættað ein profil í mínum navni. Hetta er at fara út um øll mørk. Kann fráboða viðkomandi at farid verður víðari í hesum máli Soleiðis skrivaði borgarstjórin í Havn, Annika Olsen, á facebookvanganum hjá sær hósdagin í síðstu viku. Fleiri fólk vendu sær til hennara og søgdu, at ein onnur Annika Olsen hevur sett seg í samband við tey, og skriva ymiskt keðiligt. Annika Olsen heldur hetta vera ógvuliga ørkymlandi, tá hon er borgarstjóri, og tískil kann ein slíkur vangi leggja seg uppí hennara arbeiði. Tað skal takast í álvara og varpast ljós á tað, tá onkur stjelur samleikan hjá einum, sigur Annika Olsen. Hon setti seg beinanvegin í samband við KT deildina hjá Tórshavnar kommunu, men viðkomandi, sum gjørdi Facebook vangan, strikaði hann sjálvur, eftir at Annika Olsen skrivaði síni boð út á sín vanga. So viðkomandi hevur allarhelst sæð boðini og er ein av vinunum hjá borgarstjóranum á Facebook. Annika Olsen hevur eisini verið í sambandi við løgregluna, sum sigur tað vera trupult at finna fram til viðkomandi, men Annika Olsen vónar, at viðkomandi verður funnin. Marner Joensen var úti og reið, tá rossi tveitti hann av. Marner hekk í sporanum eina løtu, men slapp so leysur, tí stilvin, hann var í, var so víður. Annars kundi verið helt galið. Hetta var orsøkin til hugskotið at gera ein nýggja spora, sum slitnar úr reimini, sum er føst í saðilinum. Marner Joensen og Jóannes og Uni Debes hava nú ment henda spora og hava fingið patent uppá hann. Nú mangla teimum fígging so byrjast kann at framleiða sporan. Seinastu dagarnar hava vit hoyrt nógv um eina clearingsavtalu, sum Magni Laksáfoss gjørdi við Kristin Michelsen í samband við aðru viðgerð av uppskotinum um fiskivinnunýskipan, sum var fríggjadagin. Ragnar Joensen, stjórnmálafrøðingur, var gestur í morgunsendingini, har hann greiddi frá um clearingsavtalur. Mikudagin lat Alexander Samuelsen blóð fyri 100. ferð. Í Blóðbankanum varð nakað gjørt burturúr hendingini . Eitt nú fekk Alexander Samueolsen handað eitt blómutyssi og eitt glasprýðið, som Mikalina Norðberg hevur gjørt. Eg vænti, at øll ella tey flestu evropeisku londini fara at flyta sínar sendistovur til Jerusalem og viðurkenna Jerusalem sum høvuðsstað Ísraels, sigur Netanyahu. Uttanríkisleiðarin í ES hevur sagt, at ES fer at halda fast við avgerðina hjá altjóða samfelagnum um, at Jerusalem verður býttur millum Ísrael og palestinska sjálvstýrið. Virðið á høvuðssætinum hjá BankNordik í Havn er nú 62 milliónir krónur, eftir at Fíggjareftirlitið bað bankan niðurskriva bygningin minst 16,7 milliónir krónur. Bankin hevur eisini fingið boð um at avmarka marknaðin í Danmark og í Grønlandi og seta hámark fyri marknaðarpartin uttan fyri teir marknaðir, sum bankin fyrst og fremst er á. Bank Nordik skrivar í fráboðan til keypskálan, at Fíggjareftirlitið hevur viðmerkingar um viðurskifti, sum hava beinleiðis ávirkan á úrslitið og kapitalin hjá BankNordik. Fíggjareftirlitið gav bankanum boð um at vissa sær, at nevndin regluliga fær at vita, hvat hendir í dótturfeløgunum, so nevndin veit, hvussu váðin er hjá samtakinum. Útlánini hjá BankNordik eru hálva sættu ferð eginognina, sum er nakað meira enn hjá øðrum líka stórum peningastovnum. Har er miðaltalið 4,2 ferðir eginognina. Fíggjareftirlitið bað eisini bankan hava í huga, at krøvini um kapital vaksa, og tey seta bankanum stór krøv um at tjena pengar í ár og tvey tey næstu árini. Kommunurnar kunnu nevniliga framvegis ikki siga, um barnaansingarstovnar og frítíðarskúlar hava opið, ella um neyðugt verður at stongja, tá verkfallið byrjar. Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevur kallað kommunurnar á fund klokkan eitt at viðgera støðuna, sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Havn og forkvinna í kommunala Arbeiðsgevarafelagnum. Tað er eingin avgerð tikin enn. Tað er nú soleiðis, at nevndin í kommunala Arbeiðsgevarafelagnum skal hittast klokkan 12 at umrøða støðuna, og hvat vit gera. Kommunufelagið hevur so eisini fund klokkan 13 í dag fyri at umrøða hesa íkomnu støðuna, og hvat man ger, sigur hon. Fyrst og fremst er tað jú trygdin, og um tað er ábyrgdarfult at lata stovnarnir hava framvegis opið, hóast leiðarar og varaleiðarar ikki eru til arbeiðis. Tað eru kanska ymisk viðurskifti í teimum ymsu kommunum, so tað er týdningarmikið at hoyra allar kommunurnar siga sína hugsan, og at man hevur eina rímiliga felags støðu til tað, sigur Annika Olsen. Hjá Almannaverkinum sum millum annað hevur bústovnar undir sær, sita tey í løtuni og viðgera støðuna. Greitt er longu nú, at ongin stovnur stongir, men tað kann koma upp á tal at gera onkrar tillagingar, sigur Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum. Hann sigur eisini, at tey seint seinnapartin fara at gera av, hvørjar tillagingar møguliga skulu gerast í sambandi við verkfallið. Umleið 160 limir í Føroya Pedagogfelag fara í verkfall í morgin. Hetta eru leiðarar, varaleiðarar og samskiparar á stovnum hjá kommunum og undir Almannaverkinum. Har hitti Vladimir Putin sýriska forsetan, Bashar al Assad, sýriska uttanríkisráðharran og ovastan fyri russisku deildirnar í Sýria. Putin hevur stuðlað Assad, forseta, og boðini um at taka russisku hermenninar heim koma samstundis, sum áttinda umfarið av friðarsamráðingunum eru í Geneve. Putin segði undir vitjanini, at samstarvið við myndugleikarnar í Sýria hevur verið gott, og at tað hevur verið við til at gera av við altjóða yvirgangin í økinum. Herstøðin, sum Putin vitjaði, hevur havt týdning fyri russiska herin síðani í 2015, tá Putin legði seg út í stríðið í Sýria og fór at hjálpa Assad, forseta. Eygleiðarar halda, at russiska luttøkan í Sýria hevur havt stóran týdning fyri Assad, forseta, tí tá russisku deildirnar komu til landið, fekk sýriski herurin yvirtakið. Onkur tíðindi vilja vera við, at hann hevði fleiri spreingiløðingar uppi á sær, men tað hevur løgreglan ikki gjørt viðmerkingar til. Tað var tá fólk skuldu til arbeiðis, at brestir vóru at hoyra á bussstøðini. Eitt eygnavitni segði seg hoyra tveir brestir, men sá ikki nakran, sum hevði fingið skaða. Myndir frá staðnum liggja á netinum. Eitt nú hendan myndin frá einum persóni, sum er á staðnum. police ny nyc newyork december decemer11 12.11.17 morning morningnyc A post shared by Alexandr Klimov amborjo on Dec 11, 2017 at 5 08am PST Kommunurnar hava gjørt av at steingja barnagarðar, vøggustovur og frítíðarskúlar hósdagin vegna fráboðaða verkfallið hjá pedagogunum í morgin. Rigmor Dam, landsstýriskvinna, mælti annars í sínum uppskoti til, at tað í ávísum førum skuldi bera til at víkja frá kravinum um landsroyndir. Nevndin tosaði við Kommunufelagið, Heim og Skúla, Námsvísindadeildina á Fróðskaparsetrinum, Lærarafelagið, Skúlaleiðarafelagið og landsstýriskvinnuna í mentamálum. Hoyringin gav ábendingar um, at semja er um, at landsroyndir eiga at halda fram, men brúk er fyri skotbrái at finna røttu KT loysnina og eftirmeta landsroyndirnar sum heild. Veiðigjaldið, sum er tvær krónur fyri kiloið hjá uppsjóvarskipum og eina krónu fyri skip á landleiðini, er tikið av, tað sum eftir er av árinum. Tað samtykti løgtingið við aðru viðgerð í dag. Andstøðan, sum hevur meirilutan í Vinnunevndini, tók undir við at flyta sildina og makrelin um ár, men mælti staðiliga frá at taka avreiðingargjaldið av, tí so langt er liðið á árið, at eingin meining er í tí. Og so hevur avreiðingargjaldið virkað til, at mestsum allur fiskurin er landaður í Føroyum. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, legði uppskotið fram 1. november, tí serliga stórar nøgdir av sild vóru eftir at fiska og nakað av makreli. Eftir uppskotinum skal eigari av fiskifari, tað sum er eftir av 2017, ikki rinda avreiðingaravgjald á 2 krónur fyri hvørt kilo í rundari vekt av makreli og norðhavssild, sum fiskifarið landar til virkingar ella frystingar uttanlands ella letur móttøkuskipi undir fremmandum flaggi til virkingar ella frystingar. Harafturat skal eigari av fiskifari á føroysku landleiðunum ikki rinda avreiðingaravgjald á 1 krónur fyri hvørt kilo í rundari vekt av makreli og norðhavssild, sum fiskifarið landar til virkingar ella frystingar uttanlands ella letur móttøkuskipi undir fremmandum flaggi til virkingar ella frystingar. Og ivamálini um avleiðingarnar av verkfallinum, merktust eisini í býlingshúsinum Millum Gilja fyrr í dag áðrenn tað gjørdist greitt, at verkbann var lýst. Fimta hvørt skúlabarn, sum heilsufrøðingar tosaðu við og kannaðu í skúlaárinum 2016 2017, hevði brúk fyri eykasamrøðum, tí tey høvdu serligan tørv ella avbjóðingar. Gigni sigur, at teir 18 heilsufrøðingarnir tosaðu við og kannaðu 6.329 børn í teimum 46 fólkaskúlunum og frískúlunum. Tað eru 73 prosent av næmingunum, sum eru 7.146 í tali. Ofta er talan um nógv samskifti og samstarv við foreldur, lærarar og um annað tvørfakligt samstarv fyri at lofta næmingum, sum ikki hava tað nóg gott, sigur Gigni. Fíggjarnevndin spurdi Landsverk, hvussu nógv grótið úr einum tunli millum Skálafjørð og Gøtudal kostar, um tað skal brúkast til vegargerð. Pedagogfelagið lýsti verkall fyri hesar starvsbólkar leygarkvøldið, eftir at Pedagogfelagið, Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðgevarafelagið høvdu vrakað semingsuppskotið, sum semingsmenninir løgdu fyri partarnar. Hetta stigið verður tikið til tess at at fáa Pedagogfelagið aftur til samráðingarborðið, sigur Annika Olsen, forkvinna í Kommunala arbeiðsgevarafelagnum og borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu. Eingir stovnar hjá Almannaverkinum lata aftur í dag, men neyðugt hevur verið at fáa fólk fyribils at vera leiðarar, nú Pedagogfelagið hevur boðað frá verkfalli. Almannaverkið hevur 12 eindir, og tað eru serliga Eind 1, sum er í Klaksvík, og Eind 6 sum er í Havn, sum verða raktar, tí leiðararnir fara í verkfall. Men á hesum stovnum eru onnur fólk, sum kunnu vera leiðarar. Fiskivinnunýskipanaruppskotið hjá samgonguni kemur til triðju og endaligu viðgerð í tinginum í dag, men í løtuni er ógreitt, um uppskotið fær nóg nógvar atkvøður at verða samtykt. Eftir at tingið í gjár hevði felt uppskotið hjá Sonju Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinnu, um at limagjald til fakfelag kann dragast frá í skatti, segði hon, at hon umhugsaði støðuna. Eg má fara heim at umhugsa støðuna, tí eg havi gjørt nakrar avtalur við samgonguna, og hetta er ikki fyrsta avtalan, sum tey bróta. Eg má bara fara heim at hugsa um tað, segði Sonja Jógvansdóttir stutt eftir, at uppskotið hjá henni fall í tinginum. Sonja Jógvansdóttir er stuðul hjá samgonguni og tann avgerandi atkvøðan, og hon hevur sagt, at tað er ein avtala, at samgongan skuldi taka undir við einum uppskoti um, at limagjald til fakfelag skal kunna dragast frá í skatti. Eftir øllum at døma hevði samgongan ikki lagt upp fyri, at uppskotið hjá Sonju Jógvansdóttir kundi falla í tinginum í gjár, hóast Miðflokkurin í fíggjarnevndini var partur av meirilutanum, sum mælti til at samtykkja tað. Tað vísir seg bara, at tað er øgiliga trupult at gera avtalur við løgmann um nakað sum helst, tí hann klárar einki at levera, segði Sonja Jógvansdóttir við Kringvarpið í gjárkvøldið. Aksel V. Johannesen, løgmaður og samgonguleiðari, viðgongur, at støðan í tinginum í gjár kom óvæntað, men hann roknar ikki við, at tað fer at ávirka úrslitið av atkvøðugreiðsluni um fiskivinnunýskipanina í dag. Væntandi fer andstøðan at leggja fleiri broytingaruppskot fram við 3. viðgerð í dag, og tað er eisini hugsandi, at Framsókn fer at koma við onkrum broytingaruppskoti, tí flokkurin heldur, at eitt nú menningarkvoturnar eru ov stórar. Katrin Eivindardóttir Danielsen hevur fingið 953.000 krónur til verkætlan á Landssjúkrahúsinum við heitinum Fyribyrging av hjartasjúkum við neyvari skreening av nýføðingum . Maria Skaalum Petersen hevur fingið eina millión og 120.000 krónur til ph.d. verkætlan á Fróðskaparsetrinum við heitinum Kortlegging og greining av krabbameinstilburðum í Føroyum . Játtanirnar eru latnar av fænum hjá niðurløgdu sjúkrakassunum. Høvuðsøki 2 fevnir um gransking og menning á heilsuøkinum í Føroyum. Eitt krav fyri at fáa stuðul er, at tað verður mett sannlíkt, at verkætlanin kann menna heilsuøkið í Føroyum. Tað komu sjey umsóknir inn í hesum umfarinum, men rúm var bara fyri at játta pening til tvær verkætlanir. Danska fíggjarmálaráðið sigur, at lønin í almenna geiranum síðani 2008 er hækkað meira enn í privata geiranum, og tað ber ikki til, sigur Sophie Løde, nýskipanarráðharri, við Børsen. Umleið 330 milliardir krónur verða goldnar í almennum lønum um árið, og tí sigur tað seg sjálvt, at lønarspurningurin fer at standa ovast á breddanum í sáttmálasamráðingunum, sigur Sophie Løde. Anders Bondo Christensen sigur, at síðani skipanin um lønargongdina fyri privata og almenna geiran kom í gildi í 1996, hava almennu og privatu lønirnar verið tær somu. Í desember er talið av tryggingarsviki størst í hvussu so er í Danmark. Í fjør fangaðu donsku tryggingarfeløgini svik fyri 530 milliónir krónir, skrivar Politiken. Millum 60 70 fólk arbeiða fulla tíð við at avdúka tryggingarsvik í Danmark, men hvussu er støðan á hesum øki í Føroyum. Vit fingu vitjan av Janus Thomsen, stjóra í Trygd og Heðin D. Poulsen, skaðastjóra í Betri Trygging. Hoyr innslagið omanfyri. Føroysku rógvararnir kláraðu seg væl til EM í inniróðri leygardagin. Tað gjørdist til fýra gull heiðurmerki og tvey silvur heiðursmerki. Bergur Dam Jensen og Sarita Kristina Hansen tóku stutt samanum EM í morgunsendingini og greiddu síðani frá, hvussu tey fyrireika seg til HM í inniróðri. Fyrireikingin byrjar beinanvegin, og tey fyrireika seg millum annað við miðvísari og harðari venjing, at betra um konditiónina og so at ansa eftir sær hesa ársins tíð, so ein ikki gerst sjúkur. Bergur og Sarita vóru bæði samd um, at tað er sera krevjandi at fyrireika seg til kapping, bæði kropsliga og mentalt. Strandfaraskip landsins hava seks skip sum eru ógvuliga ymisk, men flestu av teimum eru fevnd av altjóða krøvum um flutning av vandamiklum farmi, sum millum annað snýr seg um fýrverk. Hetta er eisini galdandi fyri flutningsfyritøkur, sum flyta vandamiklan farm við skipunum hjá Strandfaraskipum Landsins. Miðflokkurin hevði landsfund í vikuskiftinum, og Jenis av Rana, formaður í miðflokkinum, segði leygardagin í útvarpstíðindunum, at málið um hjúnabandslógina er ikki slept. Miðflokkurin ætlar at taka málið upp aftur og broyta hjúnabandslógina, um teir koma í samgongu næstu ferð. Bjørn á Heygum, advokatur, greiðir frá, at ein lóg kann altíð broytast, tó er tað trupult at broyta lógir, ið hava við menniskju og sáttmálar at gera, eins og hjúnabandslógin hevur. Teoretiskt kann ein lóg broytast fleiri ferðir, til dømis fjórða hvørt ár, um samgongan er skiftivís vinstra og høgravend fjórða hvørt ár. Tað er tó ikki bara sum at siga tað, og Bjørn á Heygum heldur tað vera óvanligt og elva til ruðuleikar, um ein broytir fyritreytirnar fyri hjúnalagi fleiri ferðir. Hjúnabond ella avtalur, sum eru gjørdar undir eini galdandi lóg skulu virðast, og tískil er ikki vanligt at strika ella ógilda tær, um lógin á økinum broytist. Løgfrøðilig siðvenja er, at ein hevur virðing fyri avtalum, sum eru gjørdar undir eini galdandi lóg, sigur Bjørn á Heygum. Umleið 35 orð eru higartil komin um hvat skal verða ársins orð, men enn hevur tú, sum lurtari, høvið at senda inn uppskot, hvat skal vera ársins orð. Tað eru plantir, sum skulu kenna eitt sindur av frosti, fyri at koma rættuliga fyri seg tá teir spíra. Hetta kunnu vera tulipanir, krokus og páskaliljur. Haraldur Símunarson Hansen, gartnari, vitjar morgunsendingina Sum 17 ára gomul læt Katrin Joensen Næs kókibókina Forunderliga mad úr honum, og nú liggur kókibókin ovast á listanum rets høst í Danmark. Katrin Joensen Næs vitjaði í útvarpsstovuni í morgun. Í tí sambandi er filmurin Stríðsmenn í Havn gjørdur. Hann lýsir stovnanina, livikorini í Havn og hørð stríð á arbeiðsmarknaðinum. Við í filminum eru Helgi Eidesgaard, Erland V. Joensen, Jógvan Arge, Jóanes Nielsen, Johan Norðfoss, Poul Mohr, Jørleif Kúrberg og onnur. Vit meta, at grundarlag er fyri at halda, at uppskotið verður samtykt, men vit vita einki við vissu, fyrr enn trýst er á tann grøna knøttin, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum undan tingfundinum í morgun. Orsøkin er, at tey bíða eftir broytingaruppskotum, sum skulu latast inn, áðrenn viðgerðin fer í gongd. Fleiri broytingaruppskot eru millum annað frá samgonguni sjálvari. Minst 10 broytingarupopskot eru ávegis í tingið, og tað er orsøkin til, at tingfundurin, sum skuldi byrja klokkan 10, ikki er byrjaður enn. Fiskivinnunýskipanin skal til 3. viðgerð í dag, og fyrr í morgun ljóðaði, at Kristin Michelsen fór at leggja eitt broytingaruppskot fram saman við andstøðuni um at taka tey 3 prosentini burtur, sum landsstýrið skal kunna taka inn til uppboðssølu ella annað. Kristin Michelsen, Jenis av Rana, Kaj Leo Holm Johannesen og Jógvan Skorheim høvdu skrivað undir, men samgongan gjørdi av sjálv at taka tey 3 prosentini av saman við Kristini Michelsen í sínum egna broytingaruppskoti. Sum skilst fær samgongan undantak, so hon kann leggja uppskotið hjá Sonju Jógvansdóttir fram um skattafrádrátt til fakfelagsgjald fyri tingið, soleiðis at tað verður samtykt, áðrenn tingið fer í jólaferiu. Hetta var ein avtala, sum samgongan gjørdi við Sonju Jógvansdóttir, afturfyri at hon atkvøður fyri fiskivinnunýskipanini, men uppskotið fall í gjár, tí Kristin Michelsen ikki var í tinginum, og samgongan hevði tí ikki meirilutan. Tingfundurin, sum var meira enn hálvan triðja tíma seinkaður, er nú niðurlagdur, so tingfólk hava stundir at lesa tey 13 broytingaruppskotini, sum eru komin inn. Nakrar dagar eftir álopið vildi politiið hava hjálp frá almenninginum at finna álopsmannin og kunngjørdi eina rættliga neyva lysing av honum. Álopið hendi við handilin Kallkyn klokkan trý korter til fýra leygarnáttina 25.november. Ein maður varð sligin niður. Meðan hann liggur á vegnum, verður hann eisini sligin. Havnarmaðurin Simme hevur verið virkin í føroyskum tónleikalívi síðani 50ini. Hann lærdi seg at spæla orgul, guitar og klaver. Í mong ár spældi hann til dans ymsastaðni í Havn. Simme og tey komu eisini út á plátum, tá útvarpið var komið í 1957. Mamma Simma var Ninna hjá Sigmundi á Argjum, og pápin var Jógvan Jacobsen úr Sandavági. Hann lærdi til smið í Havn og fór at sigla sum maskinmeistari. Jógvan var burtur, tá Ninna og børnini fluttu heim úr Danmark í 1939. Jógvan kom heim í 1941. Tá var hann søktur tvær ferðir. Fyrru ferð við Chilean Reefer í Grønlandsfjørðinum. Ósemjan millum andstøðu og samgongu fyrstu løtuna av viðgerðini av uppskotinum um fyrisiting av sjófeingi hevur verið um, hvussu grein 60 um menningarkvotur fer at ávirka ymiskar partar av landinum. Menningarkvoturnar itu økiskvotur, tá ið Høgni Hoydal fyrst legði uppskot um fiskivinnunýskipan fram í vár. Tá skuldu økiskvoturnar vera 5 prosent av fiskatilfeinginum. Síðani hava økiskvoturnar fingið nýtt navn menningarkvotur og eru vaksnar upp í 8,5 prosent. Grundgevingar fyri menningarkvotum eru, at summi øki hava verið fyri negativari demografiskari gongd og vaksandi arbeiðsloysi, og tí tørva hesi virksemi. Grundgevingar ímóti eru, at menningarkvotur taka frá teimum, sum hava dugað, og geva teimum, sum ikki hava dugað at menningarkvoturnar kunnu fatast sum stuðul til fiskivinnuna. Talan er eisini um eitt prinsipielt mál, helt andstøðan, av tí at onnur lond, eitt nú Noreg og Ísland, eisini hava tílík avreiðingargjøld. Avreiðingargjaldið hevur gjørt, at mestsum allur fiskurin er landaður í Føroyum. Orðaskiftið um fiskivinnunýskipanina byrjaði í løgtinginum beint áðrenn klokkan hálvgum tvey meira enn tríggjar tímar seinni, enn tað skuldi. Í løtuni eru tinglimirnir í gongd við at viðgera uppskotið um fiskivinnunýskipan, og orðaskiftið hevur nú varað góðar tveir tímar. Kjakið hevur snúð seg um, at tað eru tvey øki, sum andstøðan sigur vera fyri vanbýti, nevniliga Eysturoyggin og Norðoyggjar. Andstøðan heldur, at hesi øki ikki fáa ein serliga stóran lut í menningarkvotunum. Í upprunauppskotinum verður einki øki nevnt sum eitt øki, ið skal kunna fáa menningarkvotur. Har stendur, at øki við stórum arbeiðsloysi ella minkandi fólkavøkstri, kunnu fáa menningarkvotur. Men í broytingaruppskotinum, sum samgongan hevur lagt fram fyri tingið í dag, verða í viðmerkingunum nevnd fimm øki, sum kunnu hava uppiborið eina menningarkvotu, tí hesi øki onkursvegna lúka treytirnar fyri at kunna fáa tillutað menningarkvotur. Hesi øki eru Suðurstreymoy, Norðstreymoy, Vágar, Sandoy og Suðuroy. Tað hevur follið andstøðuni fyri bróstið, tí sostatt verða Eysturoyggin og Norðoyggjar fyri vanbýti. Tað stendur tó, at Eysturoyggin og Norðoyggjar kunnu eisini fáa tillutað menningarkvotur, um hesi øki lúka treytirnar. Men í verandi løtu lúka júst hesi bæði økini ikki treytirnar, tí har eitt nú ikki er stórt arbeiðsloysi, og harafturat hava økini hampuliga góða atgongd til sjófeingi. Andstøðan vildi upprunaliga strika menningarkvoturnar, soleiðis at tær ikki vóru partur av lógaruppskotinum. Nú snýr kjakið seg um, hví júst hesi øki Norðoyggjar og Eysturoy ikki fáa lut í menningarkvotunum. Tað er ilt at siga, hvussu leingi kjakið fer at halda fram. Tingformaðurin segði í dag, at tað væntandi for at vara umleið 5 6 tímar. Jens Stoltenberg er ein góður aðalskrivari, og Týskland stuðlar honum at halda fram, segði týski uttanríkisráðharrin, Ursula von der Leyen, í eini fráboðan. Stoltenberg hevur ikki bara lagt doyðin á at nútímansgera NATO, hann hevur eisini virkað fyri, at viðurskiftini ímillum NATO og ES eru tættari, segði týski uttanríkisráðharrin. Hann ger eitt framúrskarandi arbeiði, og eingin ivi er um, at tey allarflestu londini í NATO taka undir við, at hann heldur fram, segði NATO sendiharrin hjá USA, Bailey Hutchinson. Jens Stoltenberg tók við sum aðalskrivari í NATO 1. oktober í 2014. Hann tók við eftir fyrrverandi danska forsætisráðharran, Anders Fogh Rasmussen. Jens Stoltenberg varð valdur fyri fýra ár, men lítil ivi hevur seinastu tíðina verið um, at hann kundi halda fram í starvinum, og tað verður í tvey ár aftruat. Magnus Johannesen setti løgini út fyri orkestrið. Gestasangarar eru Kristina Bærentsen, Guðrun Sólja Jacobsen, Signar í Homrum, Sámal Ravnsfjall og Carlsen systrarnar. Sigurður Flosason stjórnar orkestrinum, og Suni Merkistein, sum gjørdi sendirøðina Minnist tú enn saman við Hans Peturi Hansen, er frásøgufólk á konsertini. Kinesiski uttanríkisráðharrin, Wang Yi, sigur seg bera ótta fyri gongdini á koreansku hálvoynni,og hann hevur heitt á USA og Suðurkorea um at gevast við felags hernaðarvenjingunum. Men tað hava londini noktað fyri. Samstundis sigur hann, at Kina væntar, at kreppan herðist, og at tað ikki er óvist, at Norðurkorea fellur saman, og at tað fer at hava við sær at flóttafólk í hópatali fara at flýggja úr Norður til Suðurkorea og víðari til Kina. Skjøl, sum eru komin undan kavi, vísa, at myndugleikarnir í kinesiska landspartinum, Changbai, sum liggur á markinum til Norðurkorea, eru farnir undir at fyrireika seg til at taka ímóti flóttafólkum úr Norðurkorea, og at fimm pláss skulu fyrireikast til flóttafólk í fyrsta umfari. Samstundis ganga tíðindi um, at eisini í býunum Tumen og Hunchun eru myndugleikarnir farnir undir at fyrireika seg at taka ímóti flóttafólkum. Fólk, sum vanliga flýggja úr Norðurkorea, koma vanliga til teir býirnar, áðrenn tey fara til onnur lond í landsynningspartinum av Asia. Markið ímillum Kina og Norðurkorea er 1400 kilometrar, og tað eru bert 100 kilometrar frá kinesiska landspartinum, JIlin, til tað økið í Norðurkorea, har kjarnorkuroyndarspreingingar hava verið. Í farnu viku var kinesiski varauttanríkisráðharrin í USA, har hann kunnaði seg um støðuna ímillum USA og Norðurkorea, men hvat kom burturúr, er ikki greitt. Myndugleikarnir í Norðurkorea smæðast heldur ikki burtur í orðadráttinum, haðani eru boðini, at kríggj brestir á, spurningurin er bara nær. Vit vilja ikki hava kríggj, men vit fara ikki at fjala okkum, eru greiðu boðini frá norðurkoreanska uttanríkisráðnum. Ferðastuðulin til lesandi lækkar úr 2.400 krónum niður í 1500 krónur á nýggjárinum, men samstundis fáa tey ið lesa hægri lestur lestrarstuðul í allar 12 mánaðir í árinum, Tað er ein mánaði meira enn nú. Ein meiriluti í Trivnaðarnevndini mælir løgtinginum til at samtykkja uppskotið um broyting í stuðulsupphæddunum, sum Rigmor Dam, landsstýriskvinna, legði fyri løgtingið. Meirilutin í Trivnaðarnevndini, umboðini hjá samgonguni, vísa á, at í 2016 fingu stakir uppihaldarar 12. stuðulsmánaðin, og lesandi á hægri lestri fingu 500 krónur meira um mánaðin í studningi. Við hesum uppskotinum fáa øll lesandi á hægri útbúgvingum og á styttri vinnuførleikagevandi útbúgvingum studningin til livikostnað útgoldnan í juli, sum áður hevur verið undantikin. Tað vil siga, at tey lesandi fáa eftir uppskotinum eisini lestrarstuðul í 12 mánaðir, so leingi útbúgvingin varir tað vil siga ikki juli mánað, tá ein útbúgving endar í juni. 12. mánaðin fevnir eisini um lestrarlán. Bjørn Kalsø vísir í sínum minnilutaáliti á, at hann tekur undir við at hækka stuðulin, men tekur ikki undir við at lækka ferðastuðulin. Tá uppskotið varð lagt fram, varð upplýst, at landið sparir 1,7 milliónir krónur um árið, tá ferðastuðulin lækkar. Men tað kostar umleið 5 milliónir krónur at rinda stuðul í 12 mánaðir. Broytingin í ferðastudninginum uttanlands hevur við sær, at upphæddirnar til lesandi og børn teirra lækka, men kortini samsvara við galdandi ferðaseðlaprísir til lesandi. Nú ávara fimm tey størstu londini í Evropa Donald Trump, forseta, um skattaskipanina, sum hann ætlar at seta í verk, tí tað fer at fáa álvarsligar fylgjur fyri heimshandilin. Talan er um Týskland, Frakland, Bretland, Italia og Spania. Teir 28 fíggjarmálaráðharrarnir í ES londunum hava fyrr gjørt vart við sína misnøgd um somu greinar, og teir siga, at hesar fara at avlaga heimshandilin. Umboðsmanntingið samtykti uppskotið í november og 2. desember samtykti senatið eisini uppskotið eitt sindur broytt, og tey bæði uppskotini skulu nú samansjóðast í kongressini, áðrenn Donald Trump, forseti fær lógina at skriva undir, og sum so kann setast í verk. Kongressin ætlar at vera liðug við viðgerðina fyri jól. Hvør er munurin millum Agape og Eros, og hvønn týdning hava hesir fyri kærleikan. Hesar og aðrar spurningar umrøða vit saman við Rólandi í Skorini. Hvørjar avbjóðingar eru í parlagnum Vit tosa við psykoterapeutin Margret Mortensen og sexologin Biritu Lamhauge Jóansdóttir. Hvat hendir við okkum, tá vit gerast ásttikin og rúsandi kenslan av forelskilsi skolar gjøgnum kropp og heila Saman við Erlingi Fles, sálarfrøðinguri, leggja vit út í seinna hálvleiki við at nágreina vísindaliga, hvat hendir í heila og kroppi, tá vit gerast forelskað. Tey funnu saman, áðrenn vit hoyrdu um The Summer of Love í 1967. Vit hitta Katrina og Ivan Johansen, sum funnu saman fyri 53 árum síðan, og sum framvegis eru par. Í dag eru tað fleiri og fleiri, ið hittast á talgildum datingsíðum, men soleiðis var ikki, tá unga parið Annika Steintórsdóttir og Heri Schwarz Jacobsen hittust á fyrsta sinni. Vit fáa fittu og sermerktu søguna, tá tey vitja í Nón í dag. Og hvat eyðkennir ein góðan kærleikssang. Hendan spurning seta vit Ólavi Olsen, ið er tónleikari og tónleikalærari, samstundis sum vit eisini fáa nakrar tónabornar kærleiksbitar. Tú kanst hoyra sendingina her Áðrenn løgtingið í kvøld sleppur at atkvøða um fiskivinnunýskipanaruppskotið sjálvt, skal tað fyrst atkvøða seg ígjøgnum tey 13 broytingaruppskotini, sum eru løgd fyri tingið. Javnstøðunevndin hevur lagt seg út í lønarsamráðingarnar hjá Pedagogfelagnum. Hetta er eitt upplagt javnstøðumál, sigur Lív Patursson, nevndarlimur í Javnstøðunevndini. Demich hevur útvegað sær eina nýggja maskinu, ið kann bora niður á 300 metrar dýpi í sambandi við at leiða jarðhita upp til anleggið, sum fer at nøkta umleið helmingin av hitaorkutørvinum á Glasi. Eftir ætlan skulu borast 22 hol niður á umleið 300 metrar, sum verða veitingargrundarlagið undir jarðhitaskipanini á nýggja skúlanum. Eitt nú vildi kristin Michelsen hava broytt ásetingina um, at landsstýrismaðurin kann taka 3 prosent av søguligu rættindunum um árið til uppboðsølu ella menningarkvotur. Fiskivinnunýskipanaruppskotið er nógv broytt í mun til tað, sum hendan samgongan fór til val uppá og í mun til tað upprunaliga uppskotið. Í broytingaruppskotinum hjá samgonguni verða serliga fimm øki nevnd, sum kunnu fáa menningarkvotur. Tey eru Norðstreymoy, Suðurstreymoy, Vágar, Suðuroy og Sandoy, tí hesi økini lúka krøvini um minkandi fólkatal, høgt arbeiðsloysi ella hava avmarkað tilfeingi. Hallgerð og Palli Lamhauge lótu handilin upp tann 13. desember í 1962, men nú tey bæði eru farin, hava børnini tikið avgerð um at lata handilin aftur sama dag, sum hann lat upp fyri 55 árum síðan. Øll samgongan atkvøddi fyri, og tað sama gjørdi uttanflokkatingkvinnan, Sonja Jógvansdóttir. Harumframt atkvøddi eisini Bill Justinussen úr Miðflokkinum fyri uppskotinum. Øll samgongan atkvøddi fyri, og tað sama gjørdi uttanflokkatingkvinnan, Sonja Jógvansdóttir. Harumframt atkvøddi eisini Bill Justinussen úr Miðflokkinum fyri uppskotinum. 16 løgtingsfólk atkvøddu fyri fiskivinnunýskipanini tá uppskotinið var til 2. viðgerð, men til 3. viðgerð var øðrvísi. 18 tinglimir atkvøddu fyri øll samgonan og Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna, og Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin. Høgni Hoydal heldur, at hetta er eitt tekin um, at tað ikki er langt ímillum andstøðu og samgongu. Hann ásannar tó, at uppskotið er nógv broytt í mun til, hvat tey upprunaliga ætlaðu, soleiðis at semja kundi finnast. Bárður á Steig Nielsen væntar ikki, at nýskipanin fer at virka eftir ætlan hjá samgonguni. Hann finst serliga at menningarkvotunum, sum endaðu uppi á 8,5 prosentum. Heilsufrøðiliga starvstova ávarar eisini móti at eta laksin, sum slapp úr tí eina ringinum á Gulanum undir Argjalandinum í alibrúkinum hjá Bakkafrosti har. Laksurin er nýliga viðgjørdur við lúsaevnininum Slice, og kann tí ikki etast fyrr enn fyrst í februar næsta ár. Slice verður brúkt móti laksalús. Fyri at fyribyrgja møguligari smittu í alivinnuni, eigur fiskaður laksur at latast landstøðini hjá Bakkafrosti Farming á Vestaru bryggju í Havn, telefonin er 23 51 42, ella latast brennistøð í tættum plastposa. Tað er tí ikki nøkur loysn at goyma hann til dømis í frystiboks til eftir 2.februar 2018, tí heilivágurin verður verandi í deyða laksinum. Uppskotið hjá Sonju Jógvansdóttur, uttanflokkatingkvinnu, um at draga limagjald til fakfeløg frá í skatti, kom aftur í tingið í gjár, hóast tað fall mánadagin. Meirilutin í Trivnaðarnevndini, sum eru umboðini hjá samgonguni, saman við Jenisi av Rana, vísa á, at tá familjuískoytið varð samtykt, varð ásannað, at høvuðsamboðið i stri ðnum mo ti fa tækradømi er u tbu gvingar og arbeiðsmarknaðarpolitikkir, og at mest týðandi er, at borgarar i Føroyum fo ta sær a arbeiðsmarknaðinum. Nevndin ynskir, at børn hjá pørum í trongum fíggjarligum korum skulu verða lyft. Pør við børnum hava ikki somu stuðulsmøguleikar, sum stakir uppihaldarar hava, og tí metir nevndin tað vera rætt at hækka inntøkumarkið hjá pørum við nakað meir enn ætlað. Tí verður skotið upp at hækka inntøkumarkið úr 230.000 krónur upp í 280.000 krónur, tí tað fer at bøta um korini hjá lágløntum pørum og børnum teirra. Nevndin vísir á, at nú familjuískoytið hevur verið í gildi í 2 ár vísa royndirnar, at einans 34 av teimum 267 familjunum, sum í 2017 hava móttikið familjuískoyti, eru pør. Kaj Leo Holm Johannesen sigur í sinum minnilutaáliti, at hann tekur undir við álitinum og mælir løgtinginum til at samtykkja uppskotið. Við 18 atkvøðum fyri var fiskivinnunýskipanin samtykt í gjár. Málið hevur fylt sera nógv hjá samgonguni, og nú verður rúm at fara undir onnur mál, sum liggja og bíða. Tí er talan um ein sigur fyri samgonuna, sigur Ragnar Joensen, stjórnmálafrøðingur. Hoyr samrøðuna við Ragnar Joensen omanfyri. Tað var í 2012, at stórtingið játtaði 1,5 milliardir krónur, so 600 fleiri lærarar kundu setast í starv frá 2013 til 2016 og tað skuldi geva betri úrslit í skúlunum. Talan var um 166 skúlar. Kanningin staðfestir, at átakið hevði lítla ella onga broyting við sær, sigur Lars Johannesen Kirkebøen, sum stóð á odda fyri eftirmetingini við norska kringvarpið. Hóast úrslitið so bendir kanningin á, at pengarnir vórðu nýttir rætt til matematik, norskt og enskt, men úrslitið varð ikki so gott, sum vónað. Og hóast færri næmingar vóru í flokkunum, so gav tað ikki tað væntaða úrslitið. Ein orsøk var eftir øllum at døma, at lærararnir ikki dugdu at broyta framgangshátt, tá færri næmingar vóru, og kanska leggja undirvísingina øðrvísi til rættis. Eftir drúgva orðaskiftið í gjár, tá fiskivinnunýskipanin var til 3. viðgerð í tinginum, varð uppskotið um vinnuligt sjófeingi loksins samtykt. Vit fingu orð á nakrar áhoyrarar, sum høvdu fylgt kjakinum, men tey vóru ikki bergtikin, tí hesi mettu, at støðið kundi verið hægri. Eitt nú funnust áhoyrararnir at teimum samanberingum, sum tinglimir gjørdu millum annað til nasismuna og apartheit. Ein annar kallaði orðaskiftið fyri sjónleik. Í gjár fóru umleið 160 leiðarar, varaleiðarar og samskiparar á sáttmálaøkinum hjá Pedagogfelagnum, bæði hjá landi og kommunum, í verkfall, og síðan hevur Kommunala Arbeiðsgevarafelagið boðað frá, at avgerð er tikin um, at steingja allar barnagarðar, vøggustovur og frítíðarskúlar í morgin, hósdagin, altso eitt verkbann. Jógvan Amonson, fyrrverandi semingsmaður er í útvarpsstovuni og greinar munin á verkfalli og verkbanni og lønartrupulleikunum í hesi støðu. Semingsstovnurin fer ikki at kalla Pedagogfelagið og arbeiðsgevararnar, Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum, til fundar í dag, nú Kommunala arbeiðsgevarafelagið hevur lýst verkbann fyri námsfrøðingar og hjálparfólk á kommunalu dagstovnunum og í dagrøktarskipanum. Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at Semingsstovnurin hevur onga ábending fingið um, at nakað er øðrvísi nú enn leygarkvøldið, tá allir partar vrakaðu semingsuppskotið. Partarnir vita, at teir kunnu altíð ringja til Semingsstovnin, um teir hava okkurt nýtt at leggja á borðið, sigur Terje Sigurðsson. Vár Erlingsdóttir Eidesgaard, Signhild Joensen, Alvi Hjelm og Óli Mortensen umboða Føroyar. Rókur í Jákupsstovu, formaður í Svimjisambandi Føroya, sigur, at ferðaliðið er væl fyri, og svimjararnir eru til reiðar til kappingina, hóast tey fyri stuttum vóru til Norðurlendsku Meistarastevnuna í Reykjavík. Kappingin er hørð til EM, og Rókur í Jákupsstovu vónar, at føroysku svimjararnir svimja sína bestu tíð, men hann væntar ikki, at føroyingarnir koma í nakra finalu. Johan Poulsen, ábyrgdarhavandi urologur í Føroyum og yvirlækni í Aalborg sigur, at um ein maður hevur vanliga, góða heilsu, so byrjar potensurin at vikna við aldrinum. Nógvir menn halda hetta vera eina avleiðing av aldrinum og gera tískil einki við tað, tí heldur Johan Poulsen at kommunulæknar skulu taka evnið upp, tá menn í vandabólkinum koma til heilsukanningar hjá kommunulækna. Annars eru sjúkur, ið serliga ávirka potensin. Diabetes sjúklingar og sjúklingar við ov høgum blóðtrýsti uppliva potenstrupulleikar í størri mun, men hesir kunnu eisini fáa heilivág fyri tað. Veitst tú hvat Gnas er Nei Tað veit Jólius, og tí veit Jákup tað eisini, tí tá tað snýr seg um Snæfall, so eru teir báðir sum ein. Í hesum filmi sigur Jákup okkum frá um tað at spæla Jólius, og eisini eitt sindur um, hvussu hann altso Jákup heldur jól. Bjalla tosar fyri Lilli í Snæfalli, og Hjalti tosar fyri Róa, og tá man tosar fyri onkran á handa hátt, so kemur man til at kenna figurin nokkso væl, so bæði Bjalla og Hjalti hava boð uppá, hvat tey í Snæfalli ynskja sær í jólagávu. Nakrar mánaðir undan stovningardegnum, tann 12. desember 2007, fór Ólavur í Beiti undir arbeiðið at fyrireika tað sum tá bleiv til Vágaportalin. Hetta gjørdi hann saman við Jóhan á Ørg, sum tók sær av roknskapinum. Umleið 6 ár seinni broyttist hetta so, at Ólavur í Beiti einsamallur yvirtók Vágaportalin og broytti í sama viðfangi navnið til vp.fo. Og fyri skjótt fýra árum síðani skifti VP, sum portalurin nú verður nevndur á mannamunni, aftur eigara, tá Gunnar Skúvadal keypti hann. Jógvan Zachariassen, pastorur, hugleiddi í morgunsendingini um desember mánað og jól. Hann heldur, at familja skal vera í fokus í desember. Tað er týdningarmikið at vera um tey, sum ein er góður við og hugsa um onnur. Hann hugleiðir um, hvussu jólini kunnu vera keðilig fyri summi, sum verða mint á sorg, og gleðilig fyri onnur, sum koma í ein ávísan hýr hesa ársins tíð. Jógvan kemur við sínari frágreiðing um, hví vit gerast meira og meira materialistisk, og hann greiðir frá, hvussu jólini eru fyri øll. Fólk, sum vera heima hjá børnunum í morgin og aðrar dagar, tí verkbann er lýst móti limunum í Pedagogfelagnum, fáa ikki løn, uttan so at fráveran er lóglig, so sum sjúka. Men eru fólk heima bara fyri at vera hjá børnunum, fáa tey ikki løn, sigur Jan Mortensen, stjóri á Lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum, sum er arbeiðsgevari hjá teimum alment løntu. Felagið sigur við limir sínar, at sannlíkt er, at hóast arbeiðssteðgurin er á almenna arbeiðsmarknaðinum, fer hann at ávirka privatu vinnuna, tí at fólk ikki fáa síni børn ansað. Gjørt verður tí vart við, at fólk, sum ikki sleppa til arbeiðis, tí tey onga barnaansing hava, ikki hava rætt til løn hesa tíðina, tey eru burturi. Anfinn Olsen, reiðari, heldur, at úrslitið kundi verið verri, men enn veit hann ikki heilt, hvussu umstøðurnar fyri hansara virksemi verða 1. januar Eg hugsi um kunngerðina up uppboðssølu, eg hugsi um kunngerðina um toskakvotientar, um antitrust, um tilfeingisgjøld. Alt hetta hongur enn í nokkso leysum lofti. Eg veit bara ein ting, og tað er tað, at tær kvoturnar, sum eg havi havt, tær eru minkaðar við sirka 20 . Síðani veit eg ikki, hvussu tey prosentini, sum eg havi eftir, skulu húsast. Eg veit heldur ikki, um eg sleppi at bjóða á uppboðssølu, tí tað fer uppboðssølukunngerðin at vísa, segði Annfinn Olsen. Bill Justinussen, andstøðutinglimur í Miðflokkinum, atkvøddi heldur óvæntað saman við samgonguni í gjár. Hann frøist um, at dyr nú verða gloppaðar, so nýggj vinnulívsfólk sleppa framat. Og hann heldur, at nýskipanin kann gerast tryggur karmur um høvuðsvinnuna í Føroyum. Spurdir um, hví menningarkvoturnar eru so góðar, svaraði hann Tað er tað, at onnur enn tey, sum eru í vinnuni í dag, kunnu fáa kvotur fyri einki. Soleiðis sum 75 verða útlutað í dag fyri einki, so kunnu tey, sum ikki eru í vinnuni í dag ella bara lutvíst eru, kunnu fáa fatur í menningarkvotum uttan at gjalda fyri tað. Nei, menningarkvoturnar eru reinur planbúskapur. Tað er greiða støðan hjá Poul Michelsen, landsstýrismanni í vinnumálum, sum eisini harmast um, hvussu lítil uppboðssølan er vorðin. Tó frøist hann um, at prísurin á uppboðssøluni eisini partvíst skal brúkast til tað, sum reiðarar skulu rinda fyri stóra partinum av tilfeinginum, sum teir fáa útlutað. Men menningarkvoturnar smakka øgiliga illa í munninum hjá Poul Michelsen Tað sum vit hava havt øll hesi árini, tað er planbúskapur. Eg havi ongantíð hildið, at tað liberala elementið hevur verið í tí fiskivinnuni, sum vit hava havt, segði hann og legði afturat, at tað enn er planbúskapur. Men vit hava fingið marknaðarpartin við, so tað liberala elementið, sum í heila tikið er komið inn, er í hesum uppskotinum, sum ikki hevur verið í 10 ár, segði Poul Michelsen og sipaði til uppboðssøluna, sum nú er fastur partur av skipanini av sjófeingi. Høgni Hoydal, landsstýrismaður fór til verka við setninginum úr samgonguskjalinum um at gera eina marknaðargrundaða fiskivinnuskipan. Hetta verður tó av summum nú rópt sum eitt neyðaregg. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum heldur, at fiskivinnunýskipanaruppskotið hevur møguliga at gerast ein varandi skipan Tað hava verið nógv fólk, sum hava sett nógv spjaldur á hetta. Uppskotið var frá byrjan av ein roynd at fáa eina semju og hevur nakrar høvuðstættir í sær, sum framvegis eru í øllum uppskotinum, og sum eru øgiliga týdningarmikil fyri eina varandi fiskivinnunýskipan. Nakrir av lutinum eru so minkaðir og hækkaðir til tess at fáa semjur. Alt eftir hvørji eygu, sum síggja og, hvussu gongdin verður, so haldi eg, tað hevur allar tættirnar í sær til at kunna blíva ein varandi skipan, sum sjálvandi eisini verður eftirmett á hvørjum ári. Tá ið avtornaði vóru 18 atkvøður fyri fiskivinnuuppskotinum. Bill Justinussen hjálpti samgonguni í løgtinginum í gjár, og við einum samstarvssinnaðum Miðflokki kann lívið hjá smølu samgonguni fara at gerast lættari og bíligari. Tað heldur Ragnar Joensen, stjórnmálafrøðingur og viðmerkjari Løgtingssamtyktin í gjárkvøldið um sjófeingi sonevnda fiskivinnunýskipanin var ikki bara ein samtykt av mongum. Samtyktin er søgulig í føryskari fiskivinnu, heldur Ragnar Joensen, stjórnmálafrøðingur og viðmerkjari Ja, vit hava nøkur tjekkpunktir, tá vit tosa um fiskivinnu í Føroyum, og hetta fer at vera eitt tjekkpunkt framyvir. Tá ið vit fyrr hava refererað til tí gomlu fiskivinnunýskipanina, so fara vit at referera til hesa framyvir, sigur hann. Samgongan setti sær fyri í sínum samgonguskjali at gera eina nýggja skipan, sum skuldi vera marknaðargrundað. Men tað skuldi vísa seg at vera lættari sagt enn gjørt. Marknaðargrundaða elementið í nýskipanini uppboðssølan bleiv til endans bara ein viðfáningur av tí samlaða tilfeinginum, tí samgongan rætt og slætt ikki stóð saman um sítt uppskot. Og í gjárkvøldið eftir nógva mýking , sum tey kalla tað stóðu tey 16 í samgonguni saman við Sonju Jógvansdóttir og so datt ein heldur óvæntað appelsin í turbanina. Andstøðutinglimurin, Bill Justinussen í Miðflokkinum, trýsti eisini á ja. Tann simpla forkláringin er, at Bill Justinussen hevur ein beiggja, sum stendur uppá spring at sleppa inn í fiskivinnuna og hevur meldað út fleiri ferðir, at hann gjarna vil sleppa at keypa á uppboði, sigur Ragnar Joensen, sum heldur at lívið hjá samgonguni væntandi gerst bíligari av tí sama. Hitt, sum eg haldi kanska, er meira áhugavert, er, at hann kanska lækkar prísin á tí seytjanda mandatinum á samgonguni. So at prísurin fyri at halda Sonju ella ein annan, sum liggur á kantinum í samgonguni, lækkar munandi, um nú Bill ella Miðflokkurin rættir hondina tvørturum aftur, sigur Ragnar Joensen, sum væntar, at Miðflokkurin kanska verður ein meira konstruktivur viðspælari hjá samgonguni framyvir. Ragnar Joensen heldur, at samtyktin í gjárkvøldið er ein stórur sigur fyri samgonguna, sum loksins kundi vísa eitt samanhald, sum hevur verið eftirlýst í so langa tíð. Og nú flugubein kundi setast við stóra og fiskivinnusøguliga uppskotið, er stundin komin til onnur stór mál, sum hava staðið í skugganum á fiskivinnunýskipanini Hetta er kanska tað málið, sum hevur forðað mest av samgonguarbeiðinum tað síðsta árið faktisk síðani samgongan tók við. Tað, sum samgongan helst vónar, er, at nú kemur ró á, so man kann arbeiða við øðrum málum, sum liggja og bíða, sigur Ragnar Joensen og nevnir eitt nú pensjónsnýskipanina og fíggjarlógina. Tá hetta málið er avgreitt, hevur samgongan kanska bæði víst ta styrkina og tað samanhaldið, sum man hevur leitað eftir í alt ár. Fyri samgonguna er hetta ein stórur sigur, sigur Ragnar Joensen, stjórnmálafrøðingur og politiskur viðmerkjari. Í sambandi við, at krúnprinsaparið kemur aftur til Føroya á vitjan, líta vit aftur á seinastu almennu vitjanina, sum var í juni 2005. Men nú tey koma aftur á vitjan í august næsta ár, er tað saman við øllum fýra børnunum, Christiani prinsi 12 , Isabellu prinsessu 10 , og seks ára gomlu tvíburðunum Vincent prinsi og Josephine prinsessu. Jógvan Isaksen ummælir tríggjar bøkur Úr myrkrinum, ið er bók, sum Kinna Poulsen hevur skrivað um listarmannin Tórodd Poulsen, Ferðamaður í egnum heimi, ið er yrkingasavn eftir Tórodd Poulsen, og Fractura Nasi, ið er ferðafrásøgn, sum Høgni Mohr hevur skrivað. Djúpini er yrkingasavn, ið Vónbjørg Vang hevur skrivað, og hetta savnið ummælir Oddfríður Marni Rasmussen. Eisini ummælir Kinna Poulsen yrkingasavnið Gudahøvd eftir Jóanes Nielsen, og GUT Jólakalendaran hjá GUT Productions. Og hvat eyðkennir ein góðar kærleikssang Hendan spurning seta vit Ólavi Olsen, ið er tónleikari og tónleikalærari, samstundis sum vit eisini fáa nakrar tónabornar kærleiksbitar. Eisini hava vit vitjað Myndaódn, ið er ein serlig framsýning, sum er á skránni í jólamánaðinum í Steinprenti. Tú kanst hoyra sendingina her Vit tosa við nøkur av teimum, sum landsstýrismaðurin valdi í nýskipanarnevndina, sum skuldi gera tilmæli um eina nýggja og varandi fiskivinnuskipan. Eisini spyrja vit, hvussu umsitingarætlanir fara at broyta røktina av fiskastovnunum undir Føroyum. Og seinast í sendingini kjakast tveir politikarar um javnvágina millum vinnulig og sosial atlit í nýggju fiskivinnulóggávuni og hví breiða semjan ongantíð kom. Luttakarar Unn Laksá, PhD í stjórnmálafrøði Egil Olsen, fiskivinnufrøðingur Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni Bjørt Samuelsen, Tjóðveldi, forkvinna í Vinnunevndini Magni Laksáfoss, Sambandsflokkurin Roy Moore varð annars hildin at hava bestan kjans at vinna senatsvalið. Ætlanin var, at hann skuldi avloysa floksfelagan, Jeff Sessions, sum fyrr í ár varð tilnevndur løgmálaráðharri. 70 ára gamli Roy Moore er ein umstríddur persónur. Tvær ferðir er hann koyrdur frá sum hægstarættardómari í Alabama, og hann er eisini lagdur undir kynsligan ágang. Eisini verður kravt, at útlendingar skulu fíggja í minsta lagi 25 av framleiðsluni í Føroyum, so skipanin gevur fíggjarliga javnvág. Á fíggjarlógini næsta ár eru 200.000 krónur settar av til afturberingarskipanina. Upphæddin er lítil, tí byrjað verður varisliga, og óvist er, hvørjar filmsverkætlanirnar vera, sigur Poul Michelsen í viðmerkingunum til uppskotið. Vinnunevndin sigur í viðmerkingunum, at føroyingar í mestan mun eiga at sleppa at røkja leiðsluuppgávur, tað er starvsfólk við leikstjóra ,klipp ,ljós og ljóðuppgávum. Undir viðgerðini í vinnunevndini kom fram, at skal tað eydnast at fáa størri filmsverkætlanir til Føroya, er tørvur á at hækka játtanina munandi, tí ein stór filmsverkætlan kann lættliga fara at kosta milliónir í afturbering, sigur vinnunevndin. Sum nevnt, so verður lýst við verkfalli fyri limir í Pedagogfelagnum, sum arbeiða hjá Almannaverkinum og á sjálvsognarstovnum undir Almannaverkinum klokkan 8 leygarmorgunin. Frammanundan eru leiðarar og varaleiðarar á sáttmálaøkinum hjá Pedagogfelagnum verkfalli, og í morgin hevur Kommunala arbeiðsgevarafelagið lýst verkbann fyri pedagogar og hjálparfólk á dagstovnum og frítíðarskúlum í kommununum. Annika Olsen, nevndarforkvinna í Kommunala Arbeiðsgevarafelanum sigur seinnapartin við in.fo, at tey eru klár at fara aftur til samráðingarborðið. Dagin fyri, at vit boðaðu frá verkbanni, høvdu vit samband við Pedagogfelagið og heittu á tey um at koma aftur til samráðingarborðið. Tað vildu tey ikki tá, men tann áheitanin stendur enn við, sigur Annika Olsen við in.fo. Tað sigur Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum. Hann sigur, nógvir av stovnunum, sum verða raktir, eru heim hjá búfólkunum, og tey kunnu ikki fara aðrastaðni. Semingsstovnurin hevur ongar ætlanir um at kalla Pedagogfelagið og arbeiðsgevararnar, tað er Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum, til fundar, nú Pedagogfelagið hevur avgjørt at herða verkfallið til eisini at fevna um allar limir, sum arbeiða hjá Almannaverkinum og á sjálvsognarstovnum hjá Almannaverkinum. Kommunala arbeiðsgevarafelagið hevur eisini lýst verkbann fyri námsfrøðingar og hjálparfólk á kommunalu dagstovnunum og í dagrøktarskipanum klokkan sjey í morginári. Partarnir vita, at teir kunnu altíð ringja til Semingsstovnin, um teir hava okkurt nýtt at leggja á borðið, sigur Terje Sigurðsson. Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, er ikki nøgdur. Avgerðin hjá nevndini í Kommunala arbeiðsgevarafelagnum at lýsa eitt verkbann so tíðliga í sáttmálatrætuni millum pedagogfelagið og kommunala arbeiðsgevarafelagið og fíggjarmálaráðið er eitt ov ógvisligt stig. Borgarstjórin í Klaksvík heldur lítið um, at nevndin í Kommunala arbeiðsgevarafelagnum spyr seg fyri hjá borgarstjórunum, men ikki er áhugað í svarunum. Serliga óttast Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, at kommunan kann missa starvsfólk orsaka av verkbanninum ella lockoutinum. Orsøkin er, at verkbannið gevur starvsfólkunum møguleikan fyri frítt at fara og finna sær eitt annað starv uttan vanligu uppsagnartíðina. Mortan Johannesen, nevndarformaður í Ennibergi, vil ikki gera samrøðu við útvarpið, men hann váttar, at reiðaríið hevur stevnt landsstýrnum fyri ognartøku og at leggja seg út í sáttmálan millum Reiðarafelagið og Fiskimannafelagið. 700 undirskriftir vórðu seinnapartin handaðar Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum, í sambandi við, at avtalan millum landssjúkrahúsið og íslendska krabbameinslæknan, Kristjan Skúla Ágeirsson, ikki er galdandi longur. Tær tríggjar Mary Antonsdóttir, Súsan Joensen og Asley Johnson, hava staðið fyri innsavningni, og handaðu leiðsluni á landssjúkrahúsinum og landsstýriskvinnuni undirskriftirnar. Ta avgerðina tóku kommunurnar mánadagin, eftir at Føroya Pedagogfelag lýsti verkfall frá týsmorgni fyri leiðarar, varaleiðarar og samskiparar, og týsmorgunin fóru umleið 160 fólk í verkfall. Í gjár gjørdi Føroya Pedagogfelag av at herða verkfallið til eisini at fevna um allar limir, sum arbeiða hjá Almannaverkinum og á sjálvsognarstovnum hjá Almannaverkinum. Fólk, sum vera heima hjá børnunum, tí verkbann er lýst móti limunum í Pedagogfelagnum, fáa ikki løn, uttan so at fráveran er lóglig, so sum sjúka. Men eru fólk heima bara fyri at vera hjá børnunum, fáa tey ikki løn, sigur Jan Mortensen, stjóri á Lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum, sum er arbeiðsgevari hjá teimum alment løntu. Felagið sigur við limir sínar, at sannlíkt er, at hóast arbeiðssteðgurin er á almenna arbeiðsmarknaðinum, fer hann at ávirka privatu vinnuna, tí at fólk ikki fáa síni børn ansað. Gjørt verður tí vart við, at fólk, sum ikki sleppa til arbeiðis, tí tey onga barnaansing hava, ikki hava rætt til løn hesa tíðina, tey eru burtur. Broytingin hevur við sær, at parlamentið skal góðkenna eina og hvørja lóg, sum skal gerast, áðrenn Bretland og ES fara hvør til sítt. Tað vóru limir í Konservativa flokkinum hjá Theresu May, sum kravdu broytingina, og Dominic Grieve, sum fyrr hevur verið løgmálaráðharri, sum broytti uppskotið. Aðrir limir í Konservativa flokkinum skrivaðu eisini undir broytingaruppskotið, og størsti andstøðuflokkurin tók eisini undir við broytingini. Tað hevur ikki borið til at fingið eitt samskifti í lag við stjórnina, og tí er neyðugt við hesi broytingini, segði Dominic Grieve, tá broytingin varð samtykt. Theresa May, forsætisráðharri, vann annars ein polittiskan sigur í farnu viku, tá hon fór til Bruxelles at hitta formannin í ES nevndini, Jean Claude Juncker. Fundurin í dag og í morgin snýr seg um treytirnar fyri skilnað, búskaparliga uppgerðin, hvørjar treytir borgarar í ES fáa í Bretlandi og viðurskiftini á markinum ímillum Írland og Norðurírland. Í morgun vóru allir dagstovnar hjá kommununum stongdir, nú Kommunala arbeiðsgevarafelagið hevur lýst verkbann. Tað er fyrstu ferð, at Kommunala arbeiðsgevarafelagið lýsir verkbann. Forkvinnan í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, Annika Olsen, metir ikki, at tað er ráðiligt at hava ansingarstovnarnar opnar, tá leiðslan ikki er til arbeiðis. Morgunsendingin tosaði við Anniku Olsen í morgun. Í kvøld klokkan 19.30 verður konsert í Ólavskirkjuni í Kirkjubø, har tónleikarar spæla tónleik eftir týska tónaskaldið Johann Sebastian Bach. Hugskotið, til hesa konsert, fekk Johan Mortensen tá hann vitjaði kirkjuna St. Martin in the Fields í London, har tey í desember mánað bert spæla tónleik hjá Bach. Síðan setti hann seg í samband við tónleikarar í musikkskúlanum og so var konsertin veruleiki. Menningardeildin á Visit Faroe Islands skal umsita broyttu stuðulsskipanina, men studningurin til økisferðavinnufeløgini heldur fram til 1. januar 2019. Tað upplýsir Poul Michelsen, landsstýrismaður, í svari til Paula Trond Petersen í Tjóðveldi, sum setti landsstýrismanninum í vinnumálum ein skrivligan fyrispurning um málið. Á fíggjarlógini næsta ár eru fýra milliónir krónur settar av til menningarvirksemi. Haraftrat verða galdandi stuðulsskipanir, tilsamans tvær milliónir krónur, umskipaðar og fluttar í nýggja stuðulsskipan. Nýggja skipanin verður tvíbýtt, og skal millum annað brúkast til vinnuligar og kommunalar ætlanir, sum hava til endamáls at menna nýggj ferðavinnutilboð kring landið. Peningurin verður í útgangsstøðinum veittur eftir krónu fyri krónu meginregluni, soleiðis at tann, sum fær studningin, í minsta lagi rindar helvtina sjálvur. Poul Michelsen heldur, at tíðin er farin frá galdandi stuðulsskipan, tí hon javnsetir ikki um øll øki í landinum, eitt nú Norðstreym. Men kunningarsovur, kommunur og økisfeløg skulu fáa eitt rímiligt skotbrá at laga raksturin til nýggju støðuna, og tí verður stuðulin til økisferðavinnufeløgini varðveittur til 1. januar 2019. Tá fellur stuðulin til økisferðavinnufeløgini burtur, og síðani verður játtanin latin eftir nýggju reglunum um ferðavinnumenning, sigur Poul Michelsen millum annað í svarinum til Paula Trond Petersen. Skrásetingin vísir millum annað, at fimta hvørt skúlabarn, sum heilsufrøðingar tosaðu við og kannaðu í skúlaárinum 2016 2017, hevði brúk fyri eykasamrøðum, tí tey høvdu serligan tørv ella avbjóðingar, sum kunnu ávirka teirra sálarligu heilsu. Aðalendamálið við heilsutænastunum hjá heilsufrøðinginum er, at allir fólkaskúla næmingar í Føroyum fáa tilboð um kanning eina ferð árliga. Hvørja ferð ein næmingur kemur til kanning hjá heilsufrøðinginum, hevur heilsufrøðingurin samstundis eina samrøðu við næmingin. Tá er neyðugt, at Betri trygging er sterk fíggjarliga, tá hon fer at samráðast um endurtryggingar, sigur stjórin, Ingunn Eiriksdóttir. Leygardagin herðir Pedagogfelagið verkfallið, og allir limir í felagnum, sum starvast hjá Almannaverkinum og sjálvsognarstovnum hjá Almannaverkinum, fara í verkfall. Vit hava ikki gjørt nakra avtalu um undaktøk í hesum førum, sigur Jógvan Philbrow og leggur afturat, at felagið ikki hevur móttikið umsóknir um undantøk enn. Eg vóni at Fíggjarmálaráðið skilir, at her er álvara í støðuni, og tað er so trupulleikin hjá Fíggjarmálaráðnum at syrgja fyri, at tingini ganga sum tey skulu, sigur Jógvan Philbrow um støðuna í løtuni. Felagið hevur enn ikki tikið støðu til, um onnur tiltøk skulu setast í verk, sigur Jógvan Philbrow, formaður í Føroya Pedagogfelag. Gamaní varð fiskivinnunýskipanin lógin um sjófeingi samtykt í løgtinginum fyrrakvøldið, men fyri tað er regluverkið ikki liðugt enn, so langt burturfrá. Nógvar kunngerðir skulu orðast og lýsast, millum annað hesar, sum Anfinn Olsen, reiðari, manglar fyri at kunna leggja sítt virksemi tilrættis í nýggja árinum Tá hugsi eg serliga um kunngerðina um uppboðssølu, eg hugsi um kunngerðina um toskaekvivalentar, um antitrust og um tilfeingisgjald. Alt hetta hongur enn í nokkso leysum lofti, sigur Anfinn Olsen, sum enn ikki veit, um hann sleppur at bjóða á uppboðssølu, tí kunngerðin um uppboðssølu manglar enn. Høgni Hoydal, landsstyrismaður segði eftir samtyktina fyrrakvøldið, at ei stór arbeiðsbyrða enn liggur á hansara embætisfólki í Fiskimálaráðnum Nú liggur eisini eitt stórt arbeiði eftir, har skulu gerast kunngerðir, fiskiskapurin skal skipast næsta ár, so vit fáa eina øgiliga stóra arbeiðsbyrðu har framvegis. Eg vóni, at fíggjarlógin eisini verður samtykt, har vit fáa sett pening av til at styrkja fyrisitinga og teir partar, sum skulu til fyri at fáa eina slíka lóg at verða umsitin rætt, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum. Tað er í Fiskimálaráðnum úti við Strond í Havn, at arbeiðið skal gerast, so fiskivinnan á sjógvi kann fáa greiði á, hvat hon í roynd og veru skal halda seg til, tá skipini loysa 1. januar í ár. Ein deild eitur Fiskivinnustovan. Her arbeiða eini átta fólk, fulltrúar, løgfrøðingar, ráðgevi og skrivari, og hesi fólkini hava ábyrgdina av at dagføra lóggávu og kunngerðir. Vit ætlaðu at fáa tonnina á aðalstjóran her ella embtisfólk fyri at vita, hvussu røkist við at fáa arbeiðið frá hondini. Men aðalstjórin vísir til landsstyrismannin, og embætisfólkið vísir til aðalstjóran. So tað eydnaðist ikki. Men sambært yvirliti, sum Fiskimálaráðið hevur latið løgtinginum, so skulu 10 kunngerðir gerast og lýsast sambært lógini um sjófeingi, millum annað tann um uppboðssølur av bæði óveiddum og veiddum fiski, kunngerð um landing í Føroyum og so framvegis. Veiðigjald, sum reiðarar skulu rinda fyri størsta partin av tilfeinginum, sum teir fáa útlutað. Tí lógin um veiðigjald er ikki samtykt enn. Uppskotið liggur enn í Vinnunevndini, sum skal viðgera tað í morgin. Bara tvær vikur eru til 1, januar, tá tann lógin við onkrum undantaki, fær gildi. So lítið er at ivast í, at her man vera trýst á í løgfrøðiliga maskinrúminum í Fiskimálaráðnum, nú tað stundar til jóla. Tá uppskotið um veiðigjald var til hoyringar, segði Reiðarafelagið millum annað, at tað var ringt at gjøgnumskoða, hvat rindast skal. Vørn helt, at tað er ógreitt og verður trupult at umsita, og Taks segði, at kunngerðin hevur skund, so reiðaríini kunnu gera tølini upp og Taks tillagað sínar skipanir. Vit hoyra meginpartin av kvæðinum Gøtuskeggjar í hesum fyrra partinum. Vit hoyra Dansifelagið í Havn, Eysturoyar Dansifelag og Tøkum Lætt. Ávikavíst skipa Jens Jacobsen, Andras Hansen og Óli á Geilini Reinert. Vit hoyra restina av kvæðinum Gøtuskeggjar í hesum seinra partinum. Vit hoyra Dansifelagið í Havn, Jens Jacobsen skipar, Eysturoyar Dansifelag, Andras Hansen skipar, og Tøkum Lætt, Óli á Geilini Reinert skipar. Harafturat hoyra vit Dansifelagið í Havn kvøða Leiv Øssursson, sum Sovarbóndin eldri, Jens Christian Dhjurhuus, yrkti. Hansu Jensen, úr Skúgvoy, yrkti. Fimm kærur um tvingsils fastspenning vóru viðgjørdar í Føroya Kærustovni í 2016. Tað sæst í ársfrágreiðingini hjá Føroya Kærustovni. Í alt 12 kærur vórðu latnar Psykiatrisku sjúklinganevndini og í teimum var talan um 20 kærur um tvingsilsinntriv. 5 av hesum vóru um tvingsilsfastspenning. Nakrir av sjúklingunum, sum kærdu um tvingsils fastspenning, høvdu verið bundnir við maga , hond og fótreim í 8, 18 og 28 samdøgur. Í yvirlitinum frá psykiatriska deplinum sæst, at tvingsilsfastspenning er tann tvingsilsfyriskipanin, sum oftast varð brúkt í 2014 og 2016. Tvingsilsfastspenning er nógv brúkt í Danmark, men er bannað í Íslandi og hevur ikki verið brúkt har síðani 1932. Bretland bannaði nýtsluna av tvingsils fastspenning í 1983. Ein annar nýttur háttur er at geva sissandi heiligvág og læsa sjúklingin inni í einum rúmi, har viðkomandi ikki kann gera skaða á seg sjálvan. Í viðmerkingunum til hagtølini ársfrágreiðingini skrivar Psykiatriska sjúklinganevndin, at funnist verður ofta at danskari psykiatriskari praksis, tí tvingsilsfast spenning er ov nógv brúkt, uttan neyðuga orsøk, og í ov long tíðarskeið og at hetta má sigast at líkjast viðurskiftunum á Psykiatriska deplinum í Føroyum. Ofta eru bara kvinnur til arbeiðis og tær noyðast at ringja eftir portørum at spenna fólk fast tað er óvirðiligt fyri allar partar, sigur Súsanna Olsen, nevndarlimur í Sinnisbata. Í Íslandi hevur tvungin niðurbinding verið bannað síðani 1932. Eisini Bretland hevur bannað tvingsilsfastspenning, men í Danmark og Føroyum er hesin háttur at sissa sjúklingar nógv brúktur. Fíggjarmálaráðið fekk fyri løtu síðani svar uppá áheitan sína um at loyva undantøkum frá verkfallinum, men svarið frá Pedagogfelagnum er ikki nøktandi. Man má siga, at tað er ikki eitt nøktandi svar. Tað einasta, tey vilja gera undantøk til, er eitt fólk á hvørjum stovni ella hvørjari eind hjá Almannaverkinum. Tað kann Almannaverkið ikki brúka, sigur Jan Mortensen. Hoyr innslagið við Jan í brotinum omanfyri. Í 2014 gjørdu Pedagogfelagið, Fíggjarmálaráðið og Kommununala arbeiðsgevarafelagið eina semju, har tað millum annað stendur at arbeiðssteðgur í minst møguligan mun eigur at raka fólk, sum eru óhjáloin og sum tørva námsfrøðiliga hjálp at klára seg. Partarnir eru samdir um, at avtalur um undantøk í sambandi við arbeiðssteðg eiga at verða gjørdar út frá omanfyri nevndu atlitum. Á stovni ella fyriskipan, har brúkarin kann verða til vanda fyri lív ella heilsu hjá sær sjálvum ella øðrum, um neyðug námsfrøðilig hjálp ikki verður veitt, skulu altíð nøkur starvsfólk verða undantikin frá møguligum arbeiðsstegði, alt eftir nærri avtalu partanna millum. Sendingin hesaferð er halgað føroyska upprunaseyðinum. Koba vil hava umbering fyri stóra blóðbaðið á Lítlu Dímun í 1870. Vatnhamar skilir ikki øsingina men gevur sítt lyfti at stuðla honum í hevndarsøkuni kosta hvat tað kosta vil. Eftir galdandi lóg ber til at fara frá við pensjón sum 61 ára gamal. Um níggju ár verður pensjónsaldurin 64 ár, skrivar Dagens Nyheter. Síðani skal pensjónsaldurin fylgja gongdini í væntaða livialdrinum, og tí kann pensjónsaldurin hækka uppaftur meira, skrivar svenska tíðindastovan, TT. Teir seks flokkarnir, sum hava gjørt semju um pensjónsnýskipanina, eru Sosialdemokratarnir og Umhvørvisflokkurin, sum sita í stjórn, Kristnudemokratarnir, Liberali flokkurin og Miðflokkurin. Tað sigur Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi, nú tingið hevur samtykt, at øki við ávísum avbjóðingum, kunnu fáa menningarkvotu, um hugskotið er nóg gott Fyrradagin samtykti løgtingið, at kvotur kunnu latast til menningarætlanir, sum kunnu stuðla undir virðisøking av fiski í ávísum økjum, har atgongd til sjófeingi er avmarkað, ella arbeiðsloysið er stórt, samanborið við onnur øki í landinum, ella til øki, har fólkatalið støðugt minkar. Løgtingið hevur staðfest, at Norðstreymoy, Suðurstreymoy og Vágoy hava avmarkaða atgongd til havsins ríkidømi, meðan fólkatalið minkar í Sandoynni og Suðuroynni, sum eisini hevur lutvíst hægri arbeiðsloysi. Løgtingið samtykti eisini, at Norðuroyggjar, Eysturoy og restin av landinum eisini kunnu koma upp í part, um treytirnar eru loknar. Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi sigur, at tað er eingin loyna, at sandoyggin ikki hevur tí stóru fiskivinnuna, og at menningarkvoturnar kanska geva møguleika fyri hesum. Hóast orðingarnar í samtyktu lógini um, at fólkatalið í Sandoynni minkar, so vaks tað í roynd og veru í Sandoyar sýslu við trimum fólkum tað seinasta árið, sambært Hagstovu Føroya. Men heima á Sandi, ella í Sands kommunu minkaði fólkatalið við sjey. So kanska tey kunnu fáa menningarkvotu, er hugskotið nóg gott. Jólini nærkast í hvørjum, og hetta fara tey bæði kringvarpsfólkini Lív Mikkelsen, journalistur, og Kári Poulsen, KT leiðari, at seta sín dám á, tá tey framføra tríggjar jólasangir beinleiðis í útvarpsstovuni. Bygningurin, sum Færøernes Kommando bygdi á sinni, er ein sonn perla. Og saman við Alberti Isfeld, arkitekti, hava vit verið á gátt í Mjørkadali, samstundis sum vit hava vitjað varðhaldið, har Heðin Askham, eindarleiðari, greiður frá, og verkstaðið hjá Joel Cole. Vit fara eisini at fregnast um feministiska jólakalendara GUT Productions fyri vaksin, tá Mariann Hansen vitjar um runda borðið. Nógvir siðir eru knýttir at jólunum, og vit byrja seinra tíman við at spyrja Jóan Paula Joensen, fólkalívsfrøðing, um nakrar teirra. Fríggjadagin 15. desember fáast føroysku Einars Akvavitt og Einars Vodka til keyps í Rúsdrekkasøgu Landsins. Vit hava fregnast hjá Einari Waag. Í dag eru 100 ár liðin, síðani danski rithøvundurin Tove Ditlevsen varð borin í heim, og hetta gera vit eisini vart við. Og í Eygleiðingina viðgera Hallbera West og Georg L. Petersen aktuellu støðuna í kjalarvørrini frá politisku hólmgonguni. Tú kanst hoyra sendingina her Í 1920 fór ein føroyingur til Danmarkar á kristnan háskúla. Hann var trúlovaður, áðrenn hann fór, og tey bæði skuldu giftast, tá hann kom heimaftur árið eftir. Men ólukkutíð, gentan fann sær ein annan, meðan drongurin var í Danmark, og hon giftist í staðin nýggja dronginum. Føroyski háskúladrongurin var so illa við av berari hjartasorg, at hann fimm ár seinni rýmdi til Kanada uttan at hava verið í Føroyum ímillum. Í Kanada búði hann í mong harrans ár. Spurningurin er bara, hvat hesin føroyski bygdadrongurin gjørdi í Kanada. Hvar búleikaðist hann, og man nakar framvegis vera á lívi, ið kendi hann Vit hava verið eina reportasjuferð í Kanada. Við okkum var systirsonur føroyska háskúladrongin, Jógvan Ingvard Olsen. Sangirnir, ið royna seg ígjøgnum Nálareygað, eru hesir. Kennarin Bjarki Hansen Sólarhvarv Jógvan Andrias Joensen Frosthvarv Hamferð. Fær Almannaverkið ikki undantøk frá herda verkfallinum hjá Pedagogunum, verður lív og heilsa hjá fleiri hundrað fólkum sett í vanda. Tí boðar stjórin í Almannaverkinum frá í tíðindaskrivi í morgin. Niðurstøðan er, at um ikki Almannaverkið fær undantøk fyri í minsta lagi 141 starvsfólk í fráboðaða verkfallinum, so kann Almannaverkið ikki standa inni fyri trygdini og heilsuni hjá í minsta lagi 253 borgarum, sigur Edvard Heen, stóri í Almannaverkinum, í tíðindaskrivi í morgun. Tað vera serliga tær 12 eindirnar í Trivnaðardeplinum í Almannaverkinum, ið verða hart raktar. Har starvast tilsaman 589 fólk eftir sáttmála við Føroya Pedagogfelag, sæst í tíðindaskrivinum frá stjóranum í Almannaverkinum. Fíggjarmálaráðið hevur kært Pedagogfelagið til Fasta Gerðarrættin, tí Pedagogfelagið ikki vil geva undantøkini, ið Fíggjarmálaráðið vil hava. Pedagogfelagið herðir verkfallið klokkan átta í morgin, so allir limir, ið starvast hjá Almannaverkinum og sjálvsognarstovnum hjá Almannaverkinum fara í verkfall. Hann greiðir frá søguni um jólaevangeliið Hvat vita vit Um fjós og krubbu, stjørnu og vísu menn. Visti samtíðin um Kongin, sum fór at verða føddur Klokkan 12 í dag byrjar úrskurðarfundir í Fasta Gerðarrætti, eftir at Fíggjarmálaráðið hevur lagt mál fyri rættin um, at Pedagogfelagið ikki vil lata undantøk, tá verkfallið verður hert í morgin. Á heimasíðuni hjá Fasta Gerðarrætti stendur, at Fasti Gerðarrættur hevur móttikið skundmál frá Fíggjarmálaráðnum mótvegis Føroya Pedagogfelag. Málið verður viðgjørt efir 8, stk. 5 í Sáttmálanum um Fasta Gerðarrætt. Í grein átta stykki 5 stendur Í málum um óheimilað stríðsstig skal fyrireikandi fundurin vera innan 24 tímar eftir kærurit er innlatið, og úrskurðarfundur verða hildin og úrskurður sagdur innan 72 tímar. Formaðurin kann í átroðkandi málum einsamallur gera fyribilsúrskurð. Fíggjarmálaráðið hevur lagt mál inn fyri Fasta Gerðarrættin, tí Pedagogfelagið vil ikki geva undantøkini, sum Fíggjarmálaráðið vil hava, tá námsfrøðingarnir herða verkfallið í morgin, so tað eisini rakar stovnar undir Almannaverkinum. Halgir Winther Poulsen, sakførari og fyrrverandi formaður í Fasta Gerðarrættinum, vitjaði í morgunsendingini í morgun, har hann greiddi frá um Fasta Gerðarrættin. Jenis av Rana, løgtingsmaður og lækni, vil hava donsku royndarskipanina av medisinskum kannabisi at fevna um Føroyar eisini. Hann væntar, at Fólkatingið samtykkir lógina í dag, og eftir tað ætlar Jenis av Rana at leggja uppskot fram fyri Løgtingið um málið. Jenis av Rana sigur, at hetta er eitt mál fyri Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum, men um hon einki uppskot leggur fyri Løgtingið, so ger Jenis av Rana tað í dag ella í vikuskiftinum. Hann væntar ikki, at Sirið Stenberg leggur uppskot fyri Løgtingið, tí landslæknin og landsapotekarin hava mælt frá at broyta verandi lóg á økinum. Jenis av Rana er sannførdur um, at medisinskt kannabis kann hjálpa nógvum sjúklingum, og hann sigur, at fáa sjúklingar ikki heilivágin frá læknum, so fara teir á svarta marknaðin eftir honum. Jenis av Rana væntar, at málið fær undirtøku í Løgtinginum. Star Wars filmarnir eru ógvuliga vælumtóktir, og Star Wars eru meira enn bara filmar fyri fjepparar. George Lucas skrivaði seks filmar. Tann fyrsti kom út í 1977. Í 1980 kom filmurin The Empire Strikes Back út og í 1983 kom Return of the Jedi . Hetta er originala Star Wars triologiin. Í 2015 kom fyrsti av enn einari triologi, til saman sjeyndi filmurin í røðini. Hesaferð við heitinum Star Wars The Force Awakens , og nú gongur filmurin Star Wars The Last Jedi . Heimablídni er eitt konsept, sum er rótfest í tí staðbundna og burðardygga. ST hevur nú skrivað Heimablídni á sín lista fyri burðadygga ferðavinnu. ST listin, snýr seg um broytingar, sum skilja búskaparligan vøkstur frá niðurbróting av umhvørvinum, og ístaðin brúka eina ringbúskaparliga tilgongd, har hædd verður tikin fyri øllum stigum í tilfeingisnýtsluni til tess at gera meira og betri fyri minni. Anna og Óli Rubeksen greiða frá, hvussu tað er at vera vertir fyri Heimablídni. Tey hava nógv ferðafólk á vitjan um summarið og um veturin eru tað mest føroyingar, ið eta hjá teimum. Tey nýta føroyskan mat og borðreiða við eini 5 rættar matskrá. Á Ferðavinnustevnuni í 2016 var tilboðið Ríð og Et hjá Heimablídni hjá Onnu og Óla Rubeksen og Berg Hestum kosið ársins átak fyri burðardygd í ferðavinnuni við grundgevingini Tú fært eitt øðrvísi náttúruupplivilsi og burðardygd í øllum liðum. Einki bensin, bara fríska luft og fuglaljóð. Bert staðbundin føroyskur matur og mentan úr nærumhvørvinum. Burðardyggari verður tað ikki. Í morgun vóru Sunnuva Bæk og Kristian Blak frá jazzfelagnum í útvarpsstovuni og greiddu frá um festivalin vetrarjazz, sum verður 22. til 28. januar 2018. 2 súrepli 2 3 spsk. súreplaedik 1. ltr. av æblemost 4. spsk. rørsukri kann eisini brúka vanligt sukur 1 stjørnuanis 3 heil piparkorn 2 3 kardamummufrø 1 flís ingifer uml 0,5 cm 2 4 nellikar 40 g. turkað traneber Hakkaðar mandlir Sker helvtina av súreplunum í grovar puntar, koyr síðani í eina grýtu saman við æblamostinum , sukur og kryddaríum. Hetta skal koma uppá kók, og síðani trekkja í 30 minuttir. Hin helvtin av súreplunum verður hakkað saman við mandunum og verður goymt til fyllu. Síla gløggið og hita aftur áðrenn borðreitt verður. Koyr eitt sindur av hakkaðum súreplum, mandlum og traneber í hvørt glas. Ein kanelstong kann eisini koyrast í. 1 desilitur av matolju. 0,75 desilitrar av reinum jogurti. 200 gramm av hvíta ella blak. 115 gramm sukur ella putursukur, eisini kallað farin. 1 teskeið av vaniljusukur, ella korn frá hálvari vaniljustong. 75 gramm pekannøtir, valnøtir ella hasselnøtir kunnu eisini nýtast. 200 gramm av mjøl. Ein teskeið bakipulvur. Ein teskeið kanel. Hálva teskeið kardamummu. Hálva teskeið knústir nelikar. Hálva teskeið turkað og malið ingifer. 500 gramm av súreplum í smáum puntum. Set ovnin á 175 gradir. Rør olju, jogurt, sukur, farin og vanilju væl saman. Hakka nøtirnar fínt. Sýla mjøl, kryddaríðir og bakipulvur saman. Koyr bakipappír í ein form sum er 24 cm í tvørmáti. Stroy eitt sindur av nøtum í botnin. Píska eggini í sukurblandingina, eitt í senn, samstundis sum tú koyrir eitt sindur av mjølblandingini í eftir hvørt egg. Koyr restina av nøtunum í deiggið. Koyr eitt sindur av deiggi í formin, síðani eitt lag av súreplum, og halt á fram til einki deiggj er eftir, og enda við einum lagi av súreplum. Set køkuna í ovnin í umleið ein tíma. Hóskar væl at borðreiða súrróma, róma ella ísi. Vælgagnist. Fíggjarmálaráðið vísir á eina avtalu, sum varð gjørd millum Pedagogfelagið, Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið í 2014 um undantøk í sambandi við arbeiðssteðg. Fær Almannaverkið ikki undantøk frá herda verkfallinum hjá pedagogunum, verður lív og heilsa hjá fleiri hundrað fólkum sett í vanda, sigur Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum. Edvard Heen sigur í einum tíðindaskrivi í morgun, at fær Almannaverkið ikki undantøk fyri í minsta lagi 141 starvsfólk í fráboðaða verkfallinum, so kann Almannaverkið ikki standa inni fyri trygdini og heilsuni hjá í minsta lagi 253 borgarum, sigur Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum, í tíðindaskrivinum. Pedagogfelagið herðir verkfallið klokkan átta í morgin ári, so allir limir, ið starvast hjá Almannaverkinum og á sjálvsognarstovnum hjá Almannaverkinum fara í verkfall. Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum, hevur sagt, at felagið ikki vil geva undantøk, tí annars er eingin grund at fara í verkfall. Tingið hevur endaliga samtykt uppskotið hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, um at lesandi á hægri lestri skulu fáa lestrarstuðul allar 12 mánaðirnar í árinum og samstundis lækka ferðastuðulin. Eitt broytingaruppskot við triðju viðgerð frá Bjørn Kalsø, Jogvani á Lakjuni, Bill Justinussen og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, um at varðveita ferðastuðulin óbroyttan, fall. Ferðastuðulin hjá lesandi í Danmark hevur verið 2400 krónur, í Evropa 4.000 krónur, og hjá teimum, sum lesa aðrastaðni, hevur ferðastuðulin verið 5.000 krónur. Við triðju viðgerð varð uppskotið hjá Rigmor Dam endaliga samtykt við teimum broytingum, sum meirilutin í mentanarnevndini skeyt upp við 2. viðgerð. Við broytingini verður studningurin 4.315,00 krónur um mánaðin, og upphæddin til lestrarlán verðuyr í mesta lagi 2.419,00 krónur um mánaðin. Landið væntar at spara 1,7 milliónir krónur um árið, tá ferðastuðulin lækkar, men at rinda studning alt árið kostar umleið 5 milliónir krónur. Ein ferðaseðil aftur og fram til Danmarkar kann nú keypast fyri góðar 1200 krónur, varð upplýst í viðmerkingunum til lógaruppskotið, tá tað varð lagt fram. Og Fiskimálaráðið hevur heldur ikki rætt til at ognartaka allar kvoturnar í Barentshavinum fyri síðani at luta part av teimum út aftur til tey reiðarí, sum hava fiskað í Barentshavinum í fleiri áratíggju. Eitt somikið stórt inntriv í virksemi hjá fyritøkum má gerast við 25 ára fráboðan. Beint áðrenn løgtingið fór undir 3.viðgerð av lógaruppskotinum um fyrisiting av sjófeingi, datt ein umfatandi stevning inn á borðið í Fiskimálaráðnum. Avsendarin er reiðaríið Enniberg. Stevningin er drúgv 26 síður umframt fylgiskjøl. Í høvuðsheitum eru tað trý viðurskifti, sum reiðaríið vil hava rættarskipanina at taka støðu til. Fyrsti parturin snýr seg um politisku avgerðina at selja part av føroysku kvotunum í Barentshavinum á uppboðssølu í 2016 og 2017. Talan var um eina royndaruppboðssølu, har 10 prosent av føroysku Barentshavs kvotunum skuldu seljast. Frammanundan høvdu trý reiðarí havt rættin at fiska í Barentshavinum. Býtislykilin millum hesi trý reiðaríini hevur síðani einaferð í áttatiárunum verið tann, at JFK samtakið hevur 46 prosent av føroysku kvotunum, Framherji samtakið 31 prosent, og Enniberg írestandi 23 prosentini. Men í 2016 og aftur í 2017 gjørdi Fiskimálaráðið av, at 10 prosent av hesum kvotunum skuldu seljast á royndaruppboðssølu og so fingu nevndu trý reiðaríini restina at býta millum sín eftir nevnda býtislykli. Men Fiskimálaráðið hevur ongan rætt til at taka burturav kvotunum, sigur reiðaríið Enniberg, sum í stevningini skýrir avgerðina at vera ognartøku inntriv. Felagið vil tí hava endurgjald fyri hesi tonsini, sum vórðu klípt burturav Barentshavskvotunum. Kravið er 3,9 milliónir krónur fyri 2016 og 3,5 milliónir fyri 2017. Harumframt krevur reiðaríið prosess rentu omaná. Og her kemur annar parturin av stevningini inn í myndina. Tí sambært serligu lógini, ið varð gjørd fyri royndaruppboðssølurnar, verður ásett við lóg, at manningin skal ikki bera sín part av teimum útreiðslum, sum reiðarí hava av at keypa kvotur á royndaruppboðssølu. Triði parturin av stevningini snýr seg beinleiðis um tað lógaruppskot um fyrisiting av sjófeingi, sum løgtingið samtykti endaliga við 3. viðgerð týsdagin. Reiðaríið vísir á, at lógaruppskotið samanumtikið viðførir, at saksøkjarin missir øll verandi veiði og fiskirættindi. Treyðugt so fær reiðaríið part av hesum aftur men tað verður við somikið munandi avmarkingum, at talan er um ognartøku inntriv. Og slík inntriv kunnu ikki gerast við minni enn 25 ára freist, sigur Enniberg í stevningini móti Fiskimálaráðnum. Felagið vísir á, at lógaruppskotið um fyrisiting av sjófeingi hevur við sær, at fíggjarliga grundarlagið undir virkseminum hjá Enniberg fullkomiliga verður burtur. Tað verður óamannaverk at reka fiskivinnu tað verður næstan ikki gjørligt at útvega neyðuga fígging og avleiðingin verður eisini, at virði á Enniberg minkar munandi, stendur í stevningini. Í mai mánað í 2017 samtykti løgtingið at siga upp øll veiðiloyvi at fara úr gildi 1.januar í 2018. Tað vil siga við 10 ára freist. Reiðaríið hjá Enniberg vísir á, at tað finnast ikki sakligar orsøkir, herundir afgørende samfundsmæssige hensyn fyri inntrivinum, sum lógaruppskotið um fyrisiting av sjófeingi leggur upp til. Løgini hesaferð vóru góð. Holið í nótini kann hava verið har í nakrar dagar, áðrenn kavarar sluppu niður í nótina fyri veður, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti. Hann sigur, at gørn vórðu sett uttan um nótina, men eingin fiskur kom í tey.Óhappið undrar Regin Jacobsen, tí nótin var spildurnýggj og av sterkasta slagi. Hon varð kannað fáar dagar, áðrenn óhappið hendi. Laksurin er tryggjaður, men fyri kostprís, fyri tað, sum tað hevur kostað Bakkafrosti at ala hana higartil. Tað eru millum fýra og fimm milliónir krónur. Kann man keypa seg til jólagleði og góð jólaminni Ja, sjálvandi kann man tað, halda Símun og Pætur í sanginum Jólagleðin, sum Pipar Salt komu við fyrr í mánaðinum. Vit fingu eitt prát við Jákup og Sjúrð um jólasangir og um hví teir hava valt at skriva ein jólasang, sum onkur kanska fær ilt av. Í sambandi við, at Rúni Nielsen herfyri legði eina mynd út á facebook av einari 46 ára gamlari whiskyfløsku tað vil siga hon er framleidd í 1962 og tappað í 2008, so hon er í veruleikanum 55 ár var vikuskiftissendingin á gátt hjá honum at fregnast. Vit smakkaðu eisini okkurt whisky og hugleiddu um upplivingina. Hetta er tað góða lívið , vórðu vit samdir um. Hoyr innslagið her Fasti Gerðarrætturin fór seinnapartin á fund, um undantøk skulu gerast í verkfallinum hjá Pedagogfelagnum. Fundurin er ikki liðugur enn Djóni Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabata, sigur, at familjur við einum barni fáa 1.500 krónur og familjur við tveimum ella fleiri børnum fáa 2.000 krónur. Barnabati hevur savnað inn pening til jólahjálpina, og koma fleiri pengar til felagsskapin, verða fleiri umsóknir játtaðar, sigur Djóni Eidesgaard. Her er niðurstøðan hjá Gerðarrættinum Fasti Gerðarrættur hevur viðgjørt málið sum skundmál samsvarandi 8, stk. 5 í sáttmálanum um Fasta Gerðarrætt. Fasti Gerðarrættur skal taka støðu til, um herdi arbeiðssteðgurin, sum Føroya Pedagogfelag lýsti við fráboðan tann 13. desember 2017, er eitt óheimilað stríðsstig, við tað at FMR metir, at nøktandi viðgerð av undantøkum ikki er farin fram, og nøktandi avtala um undantøk ikki er gjørd. Sambært fyrsta og øðrum punktum í stykki 5 í avtaluni um fráboðanarform og fráboðanarfreist frá 15. januar 2014, hava partarnir bundið seg til at gera eina avtalu um møgulig undantøk í samband við arbeiðssteðg. Sjálvt um tað ikki hevur eydnast pørtunum at gera eina avtalu, metir Fasti Gerðarrættur ikki, at tað í sær sjálvum kann føra við sær, at arbeiðssteðgurin verður óheimilaður. Innihaldið av tí avtalu, sum partarnir sambært stykki 5 í avtaluni um fráboðanarform og fráboðanarfreist eiga at gera, má metast at vera ein áhugaósemja. Í síðsta punktum í stykki 5 metir Fasti Gerðarrættur tó, at Føroya Pedagogfelag hevur bundið seg til, at geva ítøkilig undantøk fyri stovnar ella fyriskipanir, har brúkarin kann verða til vanda fyri lív ella heilsu hjá sær sjálvum ella øðrum, um neyðug námsfrøðilig hjálp ikki verður veitt. Fasti Gerðarrættur metir, at undantøk eiga at verða givin og kunngjørd í seinasta lagi samstundis sum arbeiðssteðgur verður lýstur á hesum øki, við tað at fráboðanin sambært stykki 3 greitt skal siga frá, hvønn arbeiðssteðg talan er um, og hvussu víðfevndur arbeiðssteðgurin er. Føroya Pedagogfelag hevur við fráboðanini tann 13. desember 2017 lýst verkfall fyri allar limir, ið starvast hjá Almannaverkinum og sjálvsognarstovnum undir Almannaverkinum. Hóast tað í hesum øki eru stovnar, sum mugu metast at hoyra undir í stykki 5, síðsta punktum, í avtaluni um fráboðanarform og fráboðanarfreist, hevur Føroya Pedagogfelag hvørki í samband við fráboðanina ella seinni greitt givið boð um, hvørt undantøk verða givin ella hvørji undantøk verða givin. Fasti Gerðarrættur metir, at hóast undantøkini eftir stykki 5, síðsta punktum, ikki eru nærri avtala partanna millum, so hevur Føroya Pedagogfelag eftir stykki 5, síðsta punktum, skyldu til at geva undantøk og ítøkiliga meta um tey, út frá teimum atlitum, sum verða nevnd í stykki 5, síðsta punktum. Føroya Pedagogfelag átti tí í samband við, at tey lýstu herda verkfallið, ítøkiliga at havt viðgjørt tørvin á undantøkum. Somuleiðis skuldi greitt verið fráboðað Fíggjarmálaráðnum, hvørji undantøk fóru at verða givin, so at Almannaverkið kundi fyrihalda seg til støðuna og leggja arbeiði til rættis undir arbeiðssteðginum. Fráboðaða verkfallið uttan ítøkiliga mett og greitt fráboðað undantøk er tísskil óheimilað. Niðurstøða Fráboðaða verkfallið frá Føroya Pedagogfelag fyri allar limir, ið starvast hjá Almannaverkinum og sjálvsognarstovnum undir Almannaverkinum, er óheimilað, tí at tað ikki í seinasta lagi samstundis eru givin ítøkiliga mett og greitt fráboðað undantøk sambært avtaluni um fráboðanarform og fráboðanarfreist, stykki 5, síðsta punktum. Partarnir bera, sambært sáttmála um Fasta Gerðarrætt og reglugerð um gjøld, hvør sína helvt av málskostnaðinum eftir nærri uppgerð. Hanna Vang, Durita Tausen og Eyðstein Djurhuus hava skrivað undir niðurstøðuna hjá Fasta Gerðarrættinum. Nú verkfallið hjá Pedagogfelagnum rakar stovnar undir Almannaverkinum mánamorgunin, hevur Almannaverkið biðið um at fáa 140 undantøk fyri at tryggja lív og heilu hjá borgarum, sum Almannaverkið varðar av. Men sambært stjóranum í Almannaverkinum, Edvardi Heen, so hava tey fingið játtað 89 undantøk. Í fleiri førum er talan tó ikki um tey undantøk, sum Almannaverkið hevur biðið um, og tað undrar stjóran í Almannaverkinum. Herðingin av verkfallinum hjá pedagogunum, sum eftir ætlan skulu byrja klokkan 8 í morgun, og skuldi umfata limirnar í Føroya Pedagogfelag, sum starvast hjá Almannaverkinum, varð í gjárkvøldið ógildað av Fasta Gerðarrættinum og tískil avlýst. Men blekkið á úrskurðinum hjá Fasta Gerðarrættinum var nóg illa tornað, áðrenn Føroya Pedagogfelag fráboðaði eina nýggja herðing av verkfallinum, sum umfatar limir felagsins, sum starvast á stovnum hjá Almannaverkinum, at byrja mánamorgunin klokkan 8. Tað var Fíggjarmálaráðið, sum bað Fasta Gerðarrættin viðgera málið sum skundmál. Orsøkin var, at Almannaverkið hevði biðið um undantøk, men Pedagogfelagið noktaði at geva undantøk. Fráboðaða verkfallið frá Føroya Pedagogfelag fyri allar limir, ið starvast hjá Almannaverkinum og sjálvsognarstovnum undir Almannaverkinum, er óheimilað, tí at tað ikki í seinasta lagi samstundis eru givin ítøkiliga mett og greitt fráboðað undantøk sambært avtaluni um fráboðanarform og fráboðanarfreist, stykki 5, síðsta punktum. Fasti gerðarrætturin avgjørdi í gjár, at fráboðaða herðingin av verkfallinum hjá Pedagogfelagnum, sum var lýst at byrja í morgun og sum skuldi raka stovnar undir Almannaverkinum, var óheimilað og tilskil avlýst. Orsøkin er, at Pedagogfelagið ikki vildi geva Almannaverkinum neyðugu undantøkini fyri at tryggja lív og heilsu hjá teimum mest røktar krevjandi borgarum, sum Almannverkið varðar av. Men blekkið á úrskurðinum hjá Fasta Gerðarrættinum var nóg illa tornað, áðrenn Føroya Pedagogfelag fráboðaði eina nýggja herðing av verkfallinum. Jógvan Philbrow er formaður í Føroya Pedagogfelag. Hann er ikki samdur í úrskurðinum hjá Fasta Gerðarrættinum, men tekur hann til eftirteknar. 89 starvsfólk er ikki nokk til at veita trygd fyri lív og heilsu hjá teimum borgarum, sum Almannaverkið varðar av, tá verkfallið hjá pedagogunum verður hert mánamorgunin. Tað sigur stjórin í Almannaverkinum, Edvard Heen, nú Pedagogfelagið einans vil geva undantak til, at 89 starvsfólk kunnu vera til arbeiðis undir verkfallinum, tá Almannaverkið hevur biðið um 140. Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at geva øllum skattaborgarum ein skattalætta við at hækka botnfrádráttin í lands og kommunuskattinum við 2.500 krónum. Uppskotsstillarin sigur, at hetta hevur umleið somu ávirkan hjá lønmóttakarum, sum ætlanin við at loyva frádrátti av limagjaldi til yrkisfeløg. Formaðurin í Sambandsflokkinum sigur eisini, at uppskotið tryggjar, at vit halda fast við verandi bruttoskattaskipan, ið allir flokkar á Løgtingi hava hildið fast við síðani 90 ini. At vit í dag hava eina sera einfalda og effektiva skattainnkrevjing er nakað, fleiri av okkara grannalondum ynskja sær, sigur Bárður á Steig Nielsen í viðmerkingunum til lógaruppskotið. Spurningarnir í sendingini hesaferð snúgva seg um vandamiklar bilførarar, ið koyra ov spakuliga á landsvegunum, um Labbasamfelagið og um tað at tilkomin pør leiðast úti millum fólk. Í panelinum hesaferð eru Allan Dalsgarð, Barbara á Tjaldrafløtti og Dánjal Samuelsen. Heilsuvandin við at eta laks og annan fisk, sum hevur etið avlúsingarfóður, er ikki serliga stórur. Fólk skulu eta stórar mongdir yvir longri tíð, áðrenn vandi er fyri heilsuni. Tað sigur Birna Mørkøre, landsdjóralækni. Hoyr innslagið omanfyri. Uppskotið um afturbering í samband við filmsframsleiðslu í Føroyum bleiv í gjár einamælt samtykt í Løgtinginum. Formaðurin í stýrinum fyri Filmshúsið, Jan Berg Jørgensen, sigur, at hetta er ein góð byrjan fyri at fáa fleiri útlendskar filmar tiknar upp í Føroyum. Á fíggjarlógini næsta ár eru 200.000 krónur settar av til afturberingarskipanina. Upphæddin er lítil, tí byrjað verður varisliga, og óvist er, hvørjar filmsverkætlanirnar vera, segði Poul Michelsen í viðmerkingunum til uppskotið. Møguleiki verður at fáa 25 prosent av góðkendu útreiðslunum endurgoldnar. Eisini verður kravt, at útlendingar skulu fíggja í minsta lagi 25 prosent av framleiðsluni í Føroyum, so skipanin gevur fíggjarliga javnvág. Nevndin fyri Mentanargrunnin setir faknevndir, sum viðgera umsóknirnar um listafólkalønir og gera tilmæli. Í faknevndunum eru fólk, sum hava útbúgving í ávísu listaøkjunum. Amerikanska verjumálaráðið, Pentagon, hevur í nøkur ár brúkt fleiri milliónir dollarar til at kanna ymiskar frágreiðingar um ókend fyribrigdi í luftini UFO. Sambært New York Times og Politico hevur USA brúkt 22 milliónir dollarar hvørt ár í tíðarskeiðnum frá 2007 til 2012 til verkætlanina Advanced Aerospace Threat Identification Programme Verkætlanin bleiv niðurløgd í 2012, men embætisfólk í verjumálaráðnum arbeiða framvegis við at kanna ókend fyribrigdi í luftini, skrivar The New York Times. Talsmaðurin í Pentagon, Laura Ochoa, sigur við tíðindastovuna, Reuters, at verkætlanin bleiv niðurløgd, tí raðfestingarnar blivu broyttar. Hon vil tó ikki avsanna, at verjumálaráðið framvegis kannar UFO. Verjumálaráðið tekur allar hóttanir og møguligar hóttanir móti okkara fólki, okkara virðum og okkara arbeiði í størsta álvara, sigur Laura Ochoa. Tveir mans í Klaksvík fáa bót fyri brot á politiviðtøkurnar, tí teir tíðliga í morgun vóru ógvuliga harðmæltir í miðbýnum í Klaksvík. Politiið metti teir vera somikið druknar, at tað nyttaði einki at tosa við teir, meir enn at sissa teir og fáa teir til hús. So teir fáa vitjan av løgregluni aftur í dag, og tá fáa teir bót fyri framferðina í Klaksvík í nátt. Á listanum, sum vísir tey 25 ítróttarfólkini, ið hava fingið mest í løn, eru fyri tað mesta eldri og yngri ítróttarfólk í, ið spæla golf og kurvabólt. Í topp 10 eru tó eisini Formel 1 koyrarin Michael Schumacher, fótbóltsspælarin David Beckham og boksarin Floyd Mayweather at finna. Yvirlitið er roknað út frá samlaðu lønini, viðbótum, vinningum, stuðulspengum og lisensgjaldingum, ið ítróttarfólkini hava fingið. Síðani er hetta umroknað til tað virðið, tað vildi verið í dag. Listin við ítróttarstjørnunum sær soleiðis út. So skjótt ein hóskandi staðseting til vindmastrina er funnin, og formlig loyvi eru fingin frá millum annað eigarum, kommunu og øðrum myndugleikum, verður masturin sett upp. Tað var í eini røðu, sum Frans pávi helt í Vatikaninum fyri umleið 350 limum í italienska journalistfelagnum og felagnum fyri katólsk vikubløð, at hann sambært Vatican News legði teimum eina við at gera tíðindi við sálarfriði, neyvleika og fullkomileika. Tað er umráðandi, at øll kunning verður løgd fram við tolni og er nágreinilig, soleiðis at almenningurin kann skilja og greina, og ikki verður doyvdur og villeiddur, segði Frans pávi. Sambært pávanum er tað uppgávan hjá fjølmiðlunum at fortelja um sannroyndir upp á ein máta, sum liggur so tætt veruleikanum sum yvirhøvur gjørligt. Rákið er tó, sambært pávanum, at tað er ein ovurstór tráðan eftir skjótleika og sensatión, at tað gongur út yvir neyvleika og sannroynd Brúk er fyri kunning við veruligum upplýsingum og tíðindum, ið ikki leggja seg eftir at øsa og undra fólk, men heldur kunning, sum ynskir at tosa við tann kritiska sansin, soleiðis at teir røttu spurningarnir verða settir, heldur pávin. Tað er eingin orsøk at fella í kunningarsyndina Villeiðandi upplýsingar. Tað vil siga, bara at fortelja um tað, ið er ræðandi og vekur stóran ans, ella ærumeiðing, sum fær ymiskt frá fortíðini fram í ljósið í dag, sigur Frans Pávi. Tveir sjálvmorðsbumbumenn hava lopið á eina kristna kirkju í Pakistan. Enn er ógreitt, júst hvussu nógv eru deyð og særd, tí tíðindastovurnar eru ymiskar á máli um hetta. Sambært AFP hava fimm fólk latið lív og 15 eru særd, meðan Reuers sigur at ein persóur hevur latið lív. AP boðar frá, at fýra fólk eru deyð. Innanríkisráðharrin í landslutinum Baluchistan, Sarfaraz Bugti, sigur sambært AP, at fleiri hundrað kirkjufólk var í kirkjuni herfyri. Vanliga plaga eini 250 fólk at vera til gudstænastuna, men nú á jólum koma eini 400 fólk í kirkju, sigur innanríkisráðharrin við AP. Innanríkisráðharrin uplýsir, at ein av teimum báðum brotsmonnunum bleiv dripin við inngongdina til kirkjuna, meðan hin sprongdi seg sjálvan í luftina inni í kirkjuni. Mikudagin bleiv avgerð tikin um, at Noreg fer at nýta góðar 30 milliónir krónur til oljuleiting í íslendska havøkinum við Jan Mayen. Hetta hóast stórur meiriluti av stórtinginum er ímóti ætlanini. Funnist verður at ætlanini, tí Noreg vil ikki loyva leiting í norska partinum við Jan Meyen, men játtar samstundis pengar til oljuleiting í íslendska økinum, sum bert er nakrar fáa fjórðingar frá norska økinum. Tað er norska felagið, Petoro Iceland, sum tað almenna eigur, sum eigur 25 prosent av eini ætlan um at leita eftir olju í økinum, sum skal standa fyri verkætlanini. Og talan er um eina avtalu sum er 25 ára gomul, um at royna at finna eitthvørt í økinum. Umframt tær 30 milliónir krónur sum skulu nýtast við Jan Meyen, hevur norska stjórnin áttað 40 milliónir krónur, sum skulu nýtast til at leita eftir olju og gassi í íslendskum øki. Tað verður somuleiðis gjørt umvegis Petori Iceland, sum eisini virkar í Íslandi. Har eru longu seismikkkanningar gjørdar, og fleiri kanningar skulu gerast í 2018. Í januar fer Yvirfriðingarnevndin aftur at umrøða friðingina av økinum á Víkum í Vágum, har alifelagið, Luna hevur fingið loyvi at leggja aliringar. Føroya Náttúru og Umhvørvisfelag, FNU, hevur heitt á yvirfriðingarnevndina um at friða økið, og hevur handað yvirfriðingarnevndini eitt skriv við fleiri enn 1400 undirskriftum. Seinni hevur FNU sent yvirfriðingarnevndini kort yvir økið, sum biðið verður um at friða, upplýsir skrivarin í yvirfriðingarnevndini, Peter Flúgge, dómari. Spurningurin um økið skal friðast, skal leggjast fyri eigararnar, tey sum skulu nýta økið og onnur sum hava rætt til økið. Tí er talan um drúgvt arbeiði, sigur skrivarin. Hvønn dag Yvirfriðingarnevndin fer at umrøða friðingina á Víkum, er ikki ásett, men tað verður eftir ætlan í januar, sigur Peter Flúgge. Seinast í november gav Umhvørvisstovan partafelagnum Luna eina dagførda umhvørvisgóðkenning fyri alivirksemið á Sørvágsfirði og á Víkum. Í góðkenningini hjá partafelagnum Luna, er serligur dentur lagdur á, at alingin og tey evni, sum nýtt verða í alivirkseminum, ikki hava árin á umhvørvið. Aling á sjónum hevur ávísa dálking við sær, sum kann ávirka umhvørvið. Dálkingin stavar millum annað frá fóðri og skarni. Fóður, sum ikki verður etið, søkkur saman við skarni niður á botn, har tað kann hópast upp. Harafturat kemur ein ávís dálking frá heilivági og frá evnum, sum verða nýtt at verja aliútgerðina. Aliøkið á Víkum er nýtt aliøki. Kanningar, sum eru gjørdar av aldu og streymviðurskiftunum vísa, at sjógvútskiftið er gott. Tí metir Umhvørvisstovan, at økið kann brúkast til aling uttan vanda fyri, at dálking hópar seg upp á botni. Treytir eru millum annað settar um, at P F Luna ger regluligar kanningar av botninum bæði inni á aliøkinum og uttanfyri, og at alifelagið skal taka atlit at úrslitunum frá botnkanningunum í síni framtíðar aliætlan. Um tað vísir seg, at dálkingin verður ov stór, kann Umhvørvisstovan krevja at, ætlaða nøgdin at seta út verður minkað, ella seta forboð fyri, at felagið setur fisk út aftur í økið ella partar á økinum, stendur í umhvørvisgóðkenningini frá Umhvørvisstovuni. Almennir miðlar í Norðurkorea boða nú frá, at Kim Jong un hevur sett sær fyri at gera Norðurkorea til heimsins størsta kjarnorkuveldi. Sendimaðurin hjá ST, Jeffrey Feltman, og eftir vitjanina sigur hann, at myndugleikarnir í Norðurkorea eru samdir í, at neyðugt er at forða fyri kríggi. Hann er mest týðandi umboð hjá ST sum hevur vitjað Norðurkorea síðani í 2010. Hann heitti á Norðurkorea um at halda samskiftið viðlíka. Greiðu boðini úr Norðurkorea vóru kortini, at landið fer at lurta eftir tí sum verður ført fram, men bindur seg ikki til nakað sum helst, sigur Feltman. Eg vil hitta so nógvar danskarar, føroyingar og grønlendingar, sum yvirhøvur gjørligt, meðan eg eri her. Eg vóni at kunna vitja allar partar av Danmark, segði Carla Sands í samrøðu við DR Nyheder í gjár. Carla Sands bleiv alment útnevnd sum sendikona tann 15 desember og kemur at arbeiða sum sendikona í Danmark, so leingi sum Donald Trump er forseti.Higartil er tað til januar 2021. Freistin at boða frá til formansstarvið var úti á miðnátt fríggjakvøldið, og ein hevur sagt seg vilja taka við starvinum, sigur Páll Hansen. Hann vil kortini ikki avdúka, hvør tað er, tí nevndin fer at tosa saman í morgin, og kanska nýta eina grein í viðtøkunum fyri felagið, sum kann leingja freistina við einari viku. Vit hoyra nútímans føroyskan tónleik eftir Teit Lassen, amerikanskan tónleik eftir Nico Muhly, filmstónleik og enda við meira jólaligum tónleik eftir Tchaikovsky og Bach Nú klokkan tvey fer Fasti gerðarætturin á fund at umrøða verkfallið, sum Føroya Pedagogfelag hevur lýst í morginári á fleiri stovnum hjá Almannaverkinum. Tað er Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum, sum vil hava Fasta gerðarættin at umrøða málið einaferð enn, sigur Jan Mortensen, stjóri á Lønardeildini. At Pedagogfelagið bjóðar Almannaverkinum 89 vaktir at arbeiða á stovnum hjá Almannaverkinum í morgin, tá verkfallið byrjar har, er alt ov lítið Neyðugt er við minst 135 vaktum tilsamans, og tað vil siga 46 vaktum aftrat, sigur Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum, sum fer at kunna Fasta gerðarættin um støðuna. Landssjúkrahúsið hevur í seinastuni kannað møguleikarnar fyri at flyta viðgerðina av bróstkrabbasjúklingum til Danmarkar í eina pakkaviðgerð, eins og føroyskir sjúklingar við øðrum krabbasjúkum fáa. Men ivamál gjørdu, at Landssjúkrahúsið ikki vildi bíða longur, og tí longdi avtaluna við Kristján Skúla Ásgeirsson, so hon eisini er galdandi næsta ár. Landssjúkrahúsið var í samráðingum við Herlev Sygehus um at veita samanhangandi viðgerðartilboð, sonevndan viðgerðarpakka, til bróstkrabbasjúklingar úr Føroyum. Lættur føroyskur tónleikur fór at koma út um sama mundið, sum Útvarp Føroya fór at senda í 1957. Á plátunum vóru eitt nú Simme og ljómlið. Í ljómliðnum vóru Simme, Connie og Birni Dam saman við Leivi hjá Fritleif, Aggo, Florence og fleiri. Á fyrstu plátuni vóru Eitt sunnukvøld í Plantasjuni og Hvønn eina mánadag. Skjótt kom eisini Rasmus, sum var eitt hit, sum fór víða um lond. Birni átti uppskotið til orð og lag, sum Simme fullfíggjaði saman við honum. Um sama mundið fór Simme undir Simme Musikkhús, sum hann hevði leingi. Samstundis spældi hann við eitthvørt høvi. Tað er ikki góður fyrisitingarsiður fyrst at lýsa eina kunngerð um fiskiskap og síðani broyta hana, eftir at fiskiskapurin er byrjaður. Men broytingin er ikki ósaklig, sigur meirilutin í landsstýrismálanevndini um broytingina, sum Høgni Hoydal, landsstýrismaður, gjørdi í kunngerð um makrelfiskiskap. Fólkaflokkurin kærdi Høgni Hoydal, tí hann fyrst gav nótaskipunum makrelkvotur. Ein mánað seinni tók hann part av kvotunum, 1500 tons, í ES sjógvi aftur. Fólkaflokkurin sigur, at sambært fyrisitingarrættinum er fyrisitingarlig tilsøgn um fiskiloyvi bindandi tilsøgn, sum ikki kann takast aftur. Meirilutin í Landsstýrismálanevndini sigur, at her er ikki talan um at taka aftur fiskiloyvi, tí skipini kundu fiska tey 1500 tonsini aðrastaðni. Meirilutin undrast tó á, at tey 1500 tonsini ikki vórðu tikin av kvotuni til vinnuligar royndir í ES sjógvi, tí eingin hevði søkt um tey tonsini. Hann sigur, at Landsstýrismálanevndin fær ikki arbeitt sum hon skal. Neyðugt er at endurskoða reglugerðina hjá nevndini, heimildir og mannagongdir. Leiklistaráðið er stýrið hjá Tjóðpalli Føroya, tað setir stjóran har og hevur aðrar yvirskipaðar uppgávur í sambandi við yrkisleiklist og leiklist sum heild. Ein av fyrstu uppgávunum hjá ráðnum verður at gera tilmæli til landsstýriskvinnuna um listafólkaløn í 2018, sum er nýggi stuðulin til yrkisleiklist. Hóast uppskotið um veiðigjaldið er útsett, ætlar samgongan, at tær 24 milliónirnar, sum kommunurnar missa, skulu tær fáa frá veiðgjaldinum. Hvør jólasangur minnir teg á tíni barnajól Henda spurning settu vit lurtarunum, og løgini í sendingini hesaferð eru í stóran mun eldri løg, sum føroyingar seta í samband við tey minni tey hava av jólum, tá tey vóru børn. Ókendi gesturin vitjar, og Kim Hansen setir lag til eina jólayrking hjá Sólrún Michelsen , og lagið verður frumframført síðst í sendingini. Leif Sørensen vitjar og ger leskiliga jólakonfekt í Kringvarpskøkinum, og Jákup Veyhe og Sjúrður Skaale greiða frá tekstinum til jólasangin Jólagávan. Tað er ymiskt, hvussu nógv fólk vit eru, tí okkurt ár hevur bara ein persónur verið saman við okkum, meðan onnur ár hava vit verið eini 10 12 fólk, sigur Pól Johannesen, sum er ein av teimum, ið skipar fyri jólaaftan í KFUM og K í Klaksvík. Vit avheinta fólkini, síðani sita vit og práta eina løtu og læra hvønnannan at kenna. Síðani syngja vit ein sálm, eta góðan døgurða og fáa pakkar, fortelur Pól Johannesen, sum hevur konu og trý børn við sær í KFUM og K jólaaftan. Børnini eru eftorhondini von við hetta slagið av jólaaftan, tí tey hava verið við øll fimm árini, hetta tiltakið hevur verið, sigur Pól Johannesen. Vit skriva 1940. Ein føroysk slupp er á veg úr Íslandi til Skotlands við fiski. Miðskeiðis millum Hebridurnar og Føroyar kemur brádliga ein kavbátur ímóti teimum. Skjótt ríða maskinbyrsusalvurnar inn yvir sluppina, og teir sjey menninir umborð á sluppini bjarga sær í ein lítlan bát á stødd við ein tríbekk. Løtu seinni søkkur sluppin. Í umleið fjøruti tímar rógva menninir í hesum bátinum. Í ódnarveðri. Sjeyti ár eru nú liðin síðan hetta hendi. Lagt til rættis Grækaris D. Magnussen og Jógvan Eli Dam. Jól í Bø er eitt væl umtókt tiltak ein leygardag undan jólum, har fólk kunnu uppliva ymist ókeypis. Systkini Rannvá í Løðu og Tróndur Niclasen eru millum eldsálirnar sum skipa fyri tiltakinum og tey greiða frá í sendingini. Grótbátarnir hjá byggifelagnum J og K Petersen sigla nátt og dag við gróti av Glyvursnesi inn til nýggju havnina í Havn. Eyðfinn Poulsen, skipari á grótbátinum Ragnhild, sigur, at teir binda jólafrið frá 23. til 27. desember. Sabina Poulsen er úr Póllandi og býr í Søldarfirði. Hon greiðir frá hvussu tað var hjá teimum á jólum í hennara uppvøkstri. Tey gjørdu nógv burtur úr. Saman við Ketty í Brekkunum eru Hilmar Jan Hansen og verturin Tórður Mikkelsen túr við hestavogni í Hósvík og tað er kavi og ógviliga jólaligt. Hósvík er ættarbygdin hjá Hilmar Jan, 90 ára gamla Margretha Gullaksen í Klaksvík er úr Hattarvík og hon greiðir livandi frá hvussu tey hildu jól í hennara barna og ungdómsárum í Hattarvík og tað var ógviliga nógv øðrvísi enn í dag. Hanus á Gørðum, sóknarprestur í Klaksvík, hevur verið prestur síðani hann var fýra ára gamal, tí hann spældi prestur sum smádrongur. Jólini eru ein kensluborin tíð, serliga hjá teimum ið hava mist onkran kæran í árinum. Tað eiga vit at hugsa um á jólum, sigur Hanus á Gørðum. Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at hvørgin partur hevur flutt seg í mun til seinasta semingsuppskotið, sum partarnir vrakaðu. Semingsstovnurin hevur tí í løtuni ongar ætlanir um at gera eina semingsroynd aftrat. Tað eydnaðist ikki teimum løgtingsfólkum, sum royndu at fáa undirtøku fyri einum uppskoti um við lóg at áleggja Pedagogfelagnum at geva Almannaverkinum tey undantøk, sum tað biður um, at fáa nóg nógvar undirskriftir fyri at leggja uppskotið fram. Sambært stjóranum á Almannaverkinum, Edvard Heen, er støðan á fleiri av stovnunum undir Almannaverkinum hættislig. Felagið sigur, at verkbannið skal skiljast sum eitt svar til verkfallið, sum Pedagogfelagið lýsti at koma í gildi fyri einari viku síðani. Tað verkfallið umfatar leiðarar og varaleiðarar á dagstovnum. Afrika tíðindamaðurin hjá danska kringvarpinum, Søren Bendixen, sigur, at tað er misjavnt, hvat tilflytararnir koma heimaftur til. Talan var um 2.viðgerð av eini lógarbroyting, sum er at rokna sum ein fylgilóg til lógina um fyrisiting av sjófeingi, sum varð samtykt herfyri. Fiskivinnunýskipanin hjá landsstýrinum sigur, at ikki skal vera neyðugt at hava veiðiloyvi fyri at vera við í fiskivinnuni. Landsstýrið metir seg tó binda um heilan fingur við einum nýggjum kravi um, at persónar og feløg skulu hava góðkenning frá landsstýrismanninum at reka virksemi innan fiskivinnu, áðrenn fiskirættindi kunnu latast. Og so skulu skrivligar avtalur millum manningarfeløg og ábyrgdaran av fiskifarinum tryggja, at manningin verður lønt sambært sáttmálum hjá føroysku manningarfeløgunum. Við nevndu broytingum í lóg um sjófeingi er trygdin í manningarviðurskiftunum og forðingin fyri spekulasjón, sum veiðiloyvini áður partvíst borgaðu fyri, varðveitt , sigur samgongan. Verður veiðiloyvið tikið av, samstundis sum nýggja lógin um sjófengi verður sett í verk, kunnu fiskiskip aftur floyma til landið, og tað verða uttan iva gomul skip , sigur andstøðan. Eitt samt løgting tók í gjárkvøldi undir við lógaruppskotinum um at leingja tíðarskeiðið, foreldur hava rætt til at vera í barsilsfarloyvi við løn, við tveimum vikum úr 44 vikum upp í 46 vikur. 14 tær fyrstu vikurnar eru markaðar mammuni, 4 vikur eru markaðar pápanum, og síðan hava foreldrini 28 vikur at býta sínámillum, sum tey vilja. Sambært lógaruppskotinum, sum varð samtykt við 2. viðgerð í gjárkvøldi, verður ikki neyðugt at hækka inngjaldið í Barsilsskipanina, hóast foreldur fáa rætt til fleiri pengar úr skipanini. Barsilsgjaldið er í løtuni 0,71 prosent av lønini. Undir viðgerðini segði Rættarnevndin seg tó hava fingið upplýst, at sambært útreiðslugongdini higartil í ár er líkt til, at átta milliónir krónur mangla í játtanini. Tí ivast nevndin, um játtanin fyri 2018 strekkir til øktu útreiðsluna við ætlaðu broytingunum. Tí biður nevndin landsstýrismannin tryggja, at játtanin til Barsilsskipanina verður í samsvari við lógarbroytingina. Lógaruppskotið kemur ætlandi til 3. viðgerð í vikuni og broytingin fær gildi 1.januar. Tó skulu KT skipanir broytast, og tí verður útgjaldið ikki broytt fyrr enn 1. mars næsta ár. Tað er ST barnagrunnurin Unicef, sum nevnir børn, sum eru yngri enn eitt ár. Meira enn tríggir fjórðingar av teimum, sum anda eitraða luft í seg, búgva í SuðurAsia. Stjórin fyri Unicef, Anthony Lake, skrivar í tíðindaskrivi, at dálkaða luftin ger ikki bara skaða á lungu, men kann elva til varandi skaðar á heilan og sostatt á framtíðarútlitini hjá teimum. Luftdálkingin kann skaða øki í heilanum, sum hava alstóran týdning fyri menning og innlæring hjá barninum, og hetta kann føra til demens sjúkur, skrivar Unicef. Í 2007 komu 24 nýggir altingslimir á ting, í 2009 vórðu 27 nýggj tingfólk vald og aftur 27 nýggj í 2013, skrivar sendistova Føroya í Íslandi í tíðindabrævi. Bert 7 altingsfólk hava sitið út í eitt seinastu 10 árini. Av teimum altingsfólkum, sum vórðu vald í 2007, sita hesi 7 í Altinginum í dag Bjarni Benediktsson sum í dag er fíggjarmálaráðharri , Birgir Ármannsson, Guðlaugur ór órðarson sum í dag er uttanríkisráðharri , Jón Gunnarsson, Kristján ór Júlíusson sum í dag er fiskimálaráðharri fyri Sjálfstæðisflokkin, Katrín Jakobsdóttir sum í dag er forsætisráðharri og Steingrímur J. Sigfússon sum í dag er altingsformaður fyri Vinstra grønu. Fyrr í mánaðinum vóru embætisfólk í Fiskimálaráðnum og Vørn avhoyrd, og í morgun er tíðin komin til landsstýrismannin Høgna Hoydal. Avhoyringarnar vóru upprunaliga fyri afturlatnum hurðum, men hesaferð eru avhoyringarnar almennar. Løgmaður Aksel V. Johannesen verður avhoyrdur í morgin. 15 fólk í andstøðuni í løgtinginum bóðu um kanningarstjóra at svara seks spurningum um embætisførsluna hjá Høgna Hoydal viðvíkjandi veiðiloyvunum hjá partafelagnum Nærabergi. Sjeyndi spurningurin er, um løgmaður hevur røkt sína skyldu at hava eftirlit við landsstýrismanninum í fiskivinnumálum á fullgóðan hátt. Kanningarstjórin játtaði upprunaliga Fiskimálaráðnum at avhoyra embætisfólk fyri afturlatnum hurðum við atliti til, at trúnaðarskjøl fóru at verða løgd fram. Men nú Høgni Hoydal og Aksel V. Johannesen verða avhoyrdir, er tann avgerðin broytt. Ein mamma greiddi frá, at tá hon hevur goldið føstu útreiðslurnar, er ikki nóg mikið eftir til mat. Fleiri fólk líða neyð, sigur stigtakarin. Tørvurin er ovurstórur, og tí fer virksemið heilt vist at halda fram, sigur Arnhild Maria Poulsen, sum fegnast um, at so nógv vilja lata mat. Foreldur skulu taka børnini við upp á ráð, men tey skulu ikki taka nakrar endaligar avgerðir. Tað er ov stór ábyrgd at leggja á teirra herðar. Hóast jólini eru ein góð og hugnalig tíð, so kanna jólafrítíðin eisini elva til stúran, sakn og beiskleika. Eitt nú í familjum, har foreldrini eru skild. Tí hvar skulu børnini vera jólaaftan, skulu tey sjálvi velja, hvørjum av foreldrinum tey halda jól saman við, og hvussu nógv skulu skilnaðarbørn takast við upp á ráð, tá mamman og pápin avgera, hvussu henda jólafrítíðin skal síggja út. Tað er nógv børn, hvørs foreldur eru farin hvør til sítt, ið stúra allan desember, tí tey vita ikki, hvussu høgtíðin fer at vera. Tí er umráðandi, at foreldrini tosa við børnini um høgtíðina, ið er fyri framman, og lurta eftir, hvat barnið hevur at siga, greiðir Kala Rajani Hansen frá. Í morgunsendingini kom Kala Rajani Hansen millum annað við góðum ráðum til foreldur, ið ikki liva saman, og skulu finna útav, hvar børnini skulu vera um høgtíðina. Hvussu var fakfelagsarbeiði fyri 60 árum síðani, og hvørjar hava stóru avbjóðingarnar verið hjá handverkarum í Føroyum upp gjøgnum tíðina Hetta er nakað av tí, ið til ber at lesa um í bókini Stríð leikar á , sum Erhard Jacobsen hevur skrivað. Bókin er um Føroya Handverkarafelag, sum í ár hevur 60 ár á baki. Fyrstu árini royndi meginfelagið at savna tey feløgini, sum tá vóru, og at stovna handverkarafeløg í teimum bygdunum, har eingi handverkarafeløg vóru. Tað næsta var at fáa gjørt egnar sáttmálar fyri handverkið og at samráðast um sáttmálar við Føroya Handverksmeistarafelag og seinni við landsstýrið og kommunurnar, sigur Erhard Jacobsen. Yrkisfeløgini hjá handverkarum og meistarum hava altíð lagt stóran dent á at hava ávirkan á útbúgvingina av handverkarum, og í 1980unum og 1990unum stríddust yrkisfeløgini við lands og skúlamyndugleikarnar at royna at varðveita ávirkanina á lærlingaútbúgvingarnar. Stríðið endaði við nýggju lógini um yrkisútbúgvingar, sum kom í 1998, greiðir Erhard Jacobsen frá. Tá tók ein ósemja seg upp millum limafeløgini í Føroya Handverkarafelag, og tað endaði við, at trý limafeløg tóku seg úr meginfelagnum og stovnaðu sítt egna meginfelag. Og seinni fór eitt limafelag aftrat úr gamla meginfelagnum. Føroya Handverkarafelag, sum nú ikki umboðar øll handverkarafeløgini, er tó framvegis eitt virkið fakfelag, sigur Erhard Jacobsen. Ein fráboðan frá politiinum í Eysturríki, sum kannaði eitt mál um barnapornografiskar myndir og filmsbrot, gjørdi, at poliitið í Føroyum í oktober 2014 gjørdi húsarannsókn hjá einum føroyingi. Maðurin er í fýra førum ákærdur fyri at hava barnapornografiskar myndir og filmsbrot av fólki yngri enn 18 ár í teldu sínari og fyri at sent øðrum barnapornografiskt tilfar. Maðurin sigur seg einki minnast, millum annað tí hann drakk illa hesi árini. Sambært ákæruritinum er talan um árini 2008 til 2014. Í apríl í 2011 sendi hann einum navngivnum manni í Eysturríki barnapornografiskt tilfar og fekk eisini slíkt tilfar frá honum, stendur í ákæruritinum. Maðurin viðgekk, at myndirnar vóru í teldu hansara, men hann hevði strikað nógvar teirra, sum politiið so hevði funnið fram aftur. Hann segði, at hann fór ikki á netið at leita eftir myndum av smágentum men av 16 17 ára gomlum gentum. Hinar myndirnar vóru komnar í telduna hjá honum uttan at hann visti av tí ella ætlaði tað. Hann segði í rættinum, at hann var heilt givin við at leita eftir gentum á netinum, og hann er givin at drekka fyri trimum árum síðani. Fiskivinnunýskipanin fer at fáa stórar avleiðingar fyri okkara virksemi í Barentshavinum, og grundarlag verður ikki fyri tveimum skipum, sigur Hanus Hansen, reiðari. Hetta tí at stovnurin minkar, tí 15 av kvotuni skulu á uppboðssølu og aftur 8,5 kunnu fara til menningarkvotur. Tí er møguleiki fyri, at kvotan verður 33,5 lægri í 2018. Stjórin á Almannaverkinum var í gjár fyri ógvusligum ákoyringum. Fleiri fakfeløg átalaðu tað, tey kallaðu hóttanir frá stjóranum í Almannaverkinum. Edvard Heen var eisini á fundi við politisku flokkarnar í gjár, men sambært Edvardi Heen er eingin samanhangur millum fundin við flokkarnar og eyka undantøkini í gjár. Einki røkist fyri at stríðandi partarnir Pedagogfelagið øðrumegin og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevaraflagið hinumegin fara aftur til samráðingarborðið. Ongar ábendingar eru um, at partarnir nærkast hvørjum øðrum, og fyribils er ikki grundarlag at gera nýggja semingsroynd, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður. Verkfallið hjá Pedagogfelagnum, sum umfatar leiðarar og varaleiðarar á dagstovnum, hevur staðið á síðani týsmorgunin í síðstu viku. Hósmorgunin í síðstu viku setti Kommunala Arbeiðsgevarafelagið verkbann í gildi fyri allar námsfrøðingar á dagstovnunum. Í gjáramorgunin herdi Pedagogfelagið verkfallið til eisini at fevna um limir felagsins, sum starvast hjá Almannaverkinum og sjálvsognarstovnum undir Almannaverkinum. Vit hoyra um vættrar. Fyrst hoyra vit søguna Halla og Hanus, sum Sólrún Michelsen skrivaði. Páll Danielsen lesur. Jensina Olsen lesur bókina Revur og jólavættur. Astrid Lindgren skrivaði og Heðin M. Klein týddi til føroyskt. Hetta vóru evnini í sendingini Vælgagnist, sum varð send fyri fyrstu ferð tann 15 december í 1992. Evnini eru tó framvegis minst líka aktuel, og tí endursenda vit sendingina tann 19 december 2017. Tosað varð við Karin Johansen í Hovi, sum steikir jólagás og kókar gásakrás, og systrarnar Tóra Arge og Inga Nielsen í Havn, sum gera rís a la mande. Vit fáa eisini uppskriftir. Føroyar vunnu flestu heiðursmerki nakrantíð á Oyggjaleikunum 2017. Vit hyggja aftur á stóru løturnar í Gotlandi, tá vit fara aftur á Oyggjaleikir 2017. Lagt til rættis Solby A. Christiansdóttir. Tað vakti ans í tinginum, at Pauli Trond Petersen ikki skrivaði undir broytingaruppskotið hjá samgonguumboðunum í fíggjarnevndini og Sjálvstýri. Undir orðaskiftinum við triðju viðgerð undraðust tingfólk í andstøðuni á, at løgtingið við aðru viðgerð hevði samtykt fleiri uppskot frá samgonguflokkunum í fíggjarnevndini um at skerja játtanir á fíggjarlógini. Broytingaruppskotið frá Ruth Vang, Kristionnu Winther Poulsen, Kristini Michelsen og Jógvani Skorheim varð samtykt við 19 atkvøðum fyri og 11 ímóti. Tríggjar atkvøður vórðu blankar. Fleiri fakfeløg hava funnist at stjóranum í Almannaverkinum, Edvard Heen, tí hann skal hava hótt limir í Pedagogfelanum, sum eru í lógliga lýstum verkfalli. Men hetta var ongantíð ætlanin, sigur landstýriskvinnan í almannamálum. Hon sigur, at skrivið frá Almannaverkinum vísir á, at vit hava øll eina ábyrgd ikki at fara frá einum øðrum menniskja, sum er hjálparleyst, men samstundis er greitt tilskilað, at Almannaverkið virðir verkfalsrættin, sigur Eyðgunn Samuelsen. Eitt verkfall er ein ólukkulig støða hjá okkum øllum, men tað skal eingin ivi vera um, at bæði eg og Almannaverkið virða rættin hjá fakfeløgum at fara í verkfall, sigur Eyðgunn Samuelsen, sum heitir á partarnar um at taka samráðingarnar uppaftur alt fyri eitt. Terje Sigurðsson, semingsmaður, segði við útvarpið í gjárkvøldið, at hann hevur biðið partarnar umhugsa at seta ávikavist verkbannið og verkfallið úr gildi fyribils, og at samráðingarnar verða tiknar uppaftur millum jól og nýggjar. Men semja er ikki um tað, sigur hann. Heimskendi ítróttarmaðurin í frælsum ítrótti, Oscar Pistorius, fer at kæra dómin um at leingja fongsulsrevsingina upp í 13 ár og 5 mánaðir til suðurafrikanska grundlógardómstólin, sigur tíðindastovan, Eye Witness News. Pistorius varð dømdur seks ára fongsulsrevsing, men ákæruvaldið varð ikki nøgt við dómin, og tað helt hægsti kærudómstólurin heldur ikki, tí í november meira enn tvífaldaði hann revsingina upp í 13 ár og fimm mánaðir. Torben M. Andersen, sum eisini er professari í búskaparfrøði á lærda háskúlanum í Aarhus, skrivar í tíðargrein í Jyllands Postinum, at grønlendski búskapurin verður sera viðbrekin, tí so nógvur peningur verður settur í ávísar verkætlanir. Grønlendska landstingið hevur samtykt at flyta ein stóran part av vinningsbýtinum úr fyritøkum, sum landið eigur, í verkætlanina um at byggja floghavnir fyri meira enn tvær milliardir krónur. Sambært grønlendsku sjálvstýrislógini ber ikki til at hækka heildarveitingina úr Danmark, kemur Grønland í búskaparligar trupulleikar, sigur Torben M. Andersen í tíðargreinini í Jyllands Postinum. Har kunnu seks fólk búgva, og seks umlættingarpláss og dagtilboð til 15 fólk vera harumframt. Hendan byggingin skal kosta 29 milliónir. Barnaheim skal byggjast í Havn fyri 60 milliónir krónur. Tað skal hava fýra eindir, eina móttøkudeild, bú og viðgerðareind, eftirverndareind og eina familjueind. Settar eru av 200 milliónir krónur til hesar íløgur árini 2017 til 2022. Bygginevndir eru settar, og tær skulu nú gera landsstýriskvinnuni byggiskráir. Ætlanin er, at allar tríggjar verkætlanir eru lidnar í 2023. Tann fyrsta, sum er heimið til børn og ung við autismu, skal verða liðug í 2021. Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS, sigur, at tíverri noyðist TAKS at staðfesta, at tað er vorðið vanligt at finna rúsevni á ferðafólki, í posti og øðrum flutningi. Skipanin við listafólkalønum, sum Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur sett á skinnarar fyri at tryggja listafólkum arbeiðsnáðir í longri tíðarskeið, er nú komin í gildi. Henda skipan hevur fleiri fyrimunir fyri landsins listafólk, sigur Marita Dalsgaard, forkvinna í listafólkasambandinum, LISA. LISA hevur havt uppskotið til hoyringar og hava gjørt viðmerkingar til hoyringsskrivið. Samanumtikið eru listafólkini nøgd við nýggju lønarskipanina. Skipanin er uppbygd soleiðis, at listafólkalønin verður latin í trý ár, tó er møguligt at leingja játtanina upp til tvær ferðir trý ár afturat, so hon tilsamans kann veitast sama listafólki upp í níggju ár, um nevndin mælir til tað. Tá skipanin er fult útbygd, kunnu níggju listafólk vera í henni. Álitið er fyribils eitt álit, sum skal hava politiska viðgerð, áðrenn tað verður sett í verk, segði Høgni Hoydal, tá hann varð avhoyrdur í gjár. Tá uppskotið var til viðgerðar í umboðsmannatinginum, varð eitt mistak gjørt í lógartekstinum. Tí skal umboðsmannatingið atkvøða um málið eina ferð afturat. Washington Post skrivar, at nýskipanin ber í sær, at 95 av øllum amerikanarum fáa skattalætta, men tað verða serstakliga tey, sum forvinna mest, ið fáa størstan lætta, skrivar blaðið. Funnist verður eisini at stjórnini fyri ikki at hava sett nóg nógvan pening av til skattalættan, og at hann fer at hækka almennu skuldina í USA munandi. Skattanýskipanin er hitt týdningarmesta málið, sum tað hevur eydnast Donald Trump, forseta, at fáa samtykt í kongressini, síðani hann tók við sum forseti í januar. Fólkatalið í Føroyum er vaksið 1,3 prosent seinasta árið. Tó eru fimm kommunur, sum eru minkaðar. Lutfalsliga størsta minkingin er í føroya minstu kommunu, Fugloyar kommunu. Har minkaði fólkatalið 15,2 prosent. Símun Gullaksen væntar, at ferðavinnan fer at spæla týðandi leiklut í Fugloy í árunum, sum koma. Har eru stórir møguleikar, heldur varaborgarstjórin. Samgonguflokkarnir í fíggjarnevndini skutu upp at játta eina millión krónur aftrat til tunnilstoymið, og tað varð eisini samtykt við aðru viðgerð. Men við triðju viðgerð varð uppskotið broytt soleiðis, at eyka milliónin skal ikki fara til tunnilstoymið, men til at breiðka Oyndarfjarðarvegin í staðin. Javnaðarflokkurin og Framsókn í fíggjarnevndini løgdu hetta broytingaruppskotið fram saman við Jógvani Skorheim í Sjálvstýri, og tað varð samtykt. Løgtingið hevur fyrr samtykt at játta eina millión krónur til kanningarstjóran, sum kannar Høgna Hoydal, landsstýrismann, í málinum um at flyta veiðiloyvi, og løgmann, sum hevur eftirlit við landsstýrisfólkum. Eftir ætlan verður Etiska ráðið sett 1. januar, og so verður søkt eftir starvsfólki í hálva tíð at arbeiða fyri ráðið. Hetta verður gjørt í samráði við formannin í Etiska ráðnum. Etiska ráðið er óheft í sínum virki, og tekur av egnum ávum almennar og prinsipiellar etiskar spurningar til viðgerðar sambært lógini um Etiskt ráð. Av tí at ráðið sjálvt ger av, hvørjir etiskir spurningar verða viðgjørdir, ber ikki til at siga, hvat fyrstu uppgávurnar verða, fyrr enn ráðið er sett. Hetta er ein fjøltáttað handverkaraútbúgving, sum krevur, at tú hevur eina breiða vitan um alskyns viðurskifti í og rundan um bústaðin, sigur Steingrím Funding, rakstrarleiðari á Bústøðum. Eisini er sálarfrøði partur av útbúgvingini. Tú kemur í samband við rættiliga nógv fólk, vitjar inn í heimum teirra, og tí er tað ein treyt, at tú dugir við fólki. Kunngerðirnar um fiskiskapin av felagskvotu av svartkjafti í 2015 og aftur í 2017, og at veiðiloyvi vórðu flutt millum skip í 2017, fyltu nógv, tá Aksel V. Johannesen, løgmaður, fyrrapartin varð avhoyrdur av kanningarstjóranum, sum skal kanna, um løgmaður hevur røkt sín skyldu á fullgóðan hátt. Kunngerðirnar fyltu nógv, tí longu í 2015 varð eitt upprit gjørt, sum vísti á vandan fyri, at veiðiloyvi kundu verða flutt millum skip, tí allir skipabólkar fingu lut í fiskiskapinum eftir svartkjafti, men hóast tað, varð sama mannagongd nýtt í ár. Tá Aksel V. Johannesen beinleiðis varð spurdur, um hann helt seg verða nóg væl kunnaðan av Høgna Hoydal, landsstýrismanni, bað advokaturin hann ikki svara, tí tað kundi skapa split ímillum løgmann og landsstýrismannin, og advokaturin helt, at kanningarstjórin sjálv átti at gera sær ta niðurstøðuna. Aksel V. Johannesen, løgmaður, heldur seg hava hildið sínar skyldur, tá talan er um eftirlit við landsstýrismanninum í fiskivinnumálum. Hoyr samrøðuna við løgmann omanfyri. Ert tú pedagogur og ert í verkfalli ella ert verkbannað, so verður pengakassin slunkin um jólini. Lønin fyri desember er júst útgoldin, og har eru dagarnir, meðan verkfall og verkbann hevur verið, mótroknaðir. Tað merkir, at ein pedagogur, sum er verkbannaður, einans fær 13 31 partar av lønini í dag. Eg havi fingið 9.000 krónur sirka frá, at eg plagi at fáa 23.000 sirka tað er runt roknað, sigur Marita Bech og leggur afturat, at hon er øgiliga skuffað av Tórshavnar Kommunu. 12. des. skrivar Tórshavnar Kommuna á intranetinum, at mánaðarlønin hjá námsfrøðingum fyri desember verður goldin sum vanligt, men dagin eftir kúvendir kommunan. Hoyr innslagið og samrøðu við Maritu omanfyri. Sáttmálatrætan millum Pedagogfelagið øðrumegin og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hinumegin merkist nú ítøkiliga á lønarkonto ini hjá teimum, sum antin eru í verkfalli ella send til hús, tí arbeiðsgevararnir hava lýst verkbann. 14. desember, sama dagin sum verkbann varð lýst fyri allar námsfrøðingar á øllum dagstovnum kring landið, sendi Kommunala Arbeiðsgevarafelagið út eina vegleiðing til kommunurnar um, hvussu lønin fyri desember skal avroknast. Sambært vegleiðingini skal lønin hjá starvsfólki, sum er í arbeiðssteðgi verkfalli ella verkbanni verða afturhildin fyri tíðina, arbeiðssteðgurin stendur við. Nú lønin fyri desember er útgoldin, fáa varaleiðarar og leiðarar løn fyri 11 av teimum 31 døgunum í desember. 11.desember var seinasti arbeiðsdagurin, áðrenn hesi fóru í verkfall. Kommunala Arbeiðsgevarafelagið svaraði skjótt aftur og lýsti arbeiðssteðg fyri allar námsfrøðingar á dagstovnunum at koma í gildi hósmorgunin 14.desember. Hesir námsfrøðingar hava í dag fingið løn tey fáa løn fyri 13 av teimum 31 døgunum í desember. Flestu kommunur kring landið hava valt at fylgja vegleiðingini frá Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, og tí fáa starvsfólkini bara løn fyri ávíkavist 11 og 13 dagar. Tó velja summar kommunur at gjalda út lønina fyri desember eins og vanligt. Tað vil siga, at fólk fáa sína vanligu mánaðarløn, og verða so mótroknað í lønini fyri januar. Ein av kommunum, ið rindar námsfrøðingum fulla mánaðarløn fyri desember, er Vága Kommuna. Tað váttar Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóri. Hon hevur tó ongar viðmerkingar til, hví kommunan gongur ímóti vegleiðingini frá Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum. Pedagogfelagið megnar í løtuni ikki at rinda sínum limum løn. Í fráboðan á heimasíðuni skrivar felagið, at tey fáa ikki uppgjørt endaligu fíggjarligu avleiðingarnar av verkfallinum og verkbanninum, fyrr enn tað er endað. Víðari sigur felagið seg hava skilt, at summir limir eru trektir í løn. Tí bjóðar felagið limunum eina jólagávu eitt gávukort á krónur 1000 frá einum matvøruhandli hjá Føroya Keypsamtøku. Hann sigur, at gera sakførarnir hjá pørtunum ta niðurstøðu, at Fiskimannafelagið tulkar rætt, er reiðaríið til reiðar at fylgja niðurstøðuni. Men so stendur eisini, at hevur Fiskimannafelagið gjørt slíka avtalu við annað reiðarí um færri krónur at býta, fáa teir á Arctic Voyager ta upphæddina. Men tulkingin hjá Fiskimannafelagnum er, at eingin avtala um minni upphædd skal gerast eftir at avtalan er gjørd um Arctic Voyager. Páll Hansen, formaður í Maskinmeistarafelagnum, undrast á, at Fiskimannafelagið ikki vendi sær til Maskinmeistarafelagið um mynstringarbannið. Maskinmeistarafelagið hevur sáttmála við Reiðarafelagið og væntar sjálvandi, at Reiðarafelagið heldur sáttmálan, sigur Páll Hansen. Hann veit ikki annað enn, at Reiðarafelagið ger tað. Men manningin mynstraði fyri midnátt, sigur reiðarin Ludvík á Stein. Mynstringarbannið kom i gildi á midnátt. Og manningin er tann sama. Í dag eru góðir 1.454 metrar boraðir á Hvítanesi og 1.605 metrar á Strondum. Ætlanin er, at tunnilin skal verða liðugur í 2020, og tá verður tunnilin góðar 11 kilometrar langur. Í síðstu viku byrjaði spreingingin við rundkoyringina á Eystursíðuni. Tað er eisini rundkoyringin, ið ger arbeiði serstakt, tí tað er sjáldsamt at gera rundkoyringar í tunlum. Hetta tí at 12.000 kubikmetrar av fjalli skulu spreingjast og burturbeinast, stendur at lesa í tíðindaskrivi frá NCC . Fyri nøkrum døgum síðani legði NCC i Norge eina mynd út Facebook vanga felagsins, har tað ber til at síggja, hvussu arbeiði við rundkoyringini er byrjað. Ákæruvaldið kravdi upp í 8 mánaðar fongsul. Verjin vísti á, at maðurin er ongantíð dømdur, og tí mælti verjin til 2 4 mánaðar treytað fongsul. Dómarin dømdi mannin átta mánaðar fongsulsrevsing, av teimum eru seks mánaðir treytaðir. Hann skal eisini gera 120 tímar samfelagstænastu, skrivar in.fo. Reyði Krossur varpar við hesum tiltaki ljós á týdningin av at duga fyrstuhjálp og at eggja fólki at læra seg fyrstuhjálp, so fleiri lív kunnu bjargast. Týsdagin 27. februar verður so avdúkað, hvør verður Ársins Fyrstihjálpari, og tað tiltakið verður í hølunum hjá Reyða Krossi á Bryggjubakka í Havn. Hann viðgongur eisini, at kanningarstjóramálið hevur skundað undir broytingarnar í Fiskimálaráðnum, so viðurskiftini fáast í rættlag. Kanningarstjórin Kristina Samuelsen er nú liðug við tær avhoyringarnar skulu gerast. Hon hevur biðið um innlit í nøkur skjøl aftrat, og fer síðani at skriva frágreiðingina. Onnur viðgerð av fíggjarlógini tók allan dagin í gjár, og tingformaðurin gjørdi av at fara undir triðju viðgerð klokkan hálvgum tólv í gjárkvøldið. Tað hevði við sær, at fíggjarlógin ikki varð endaliga samtykt fyrr enn eitt korter til trý í nátt. Løgtingsformaðurin sigur við útvarpið, at tað var óheppið, at viðgerðin gjørdist so sein, men samstundis metti hann, at tað var ráðiligt at halda áfram við 3. viðgerð seint í gjarkvøldið. Nakrar av broytingunum millum aðru og triðju viðgerð vóru ikki viðgjørdar ella lýstar frammanundan. Onkur andstøðufólk hildu lítið um, at til dømis broytingaruppskot um rock savn í Klaksvík og skjalasavn á Tvøroyri komu inn av síðulinjuni móti endanum. Páll á Reynatúgvu sigur, at tað hevði borið til at havt ein dag ímillum viðgerðirnar, soleiðis at fólk kundu kunna seg um nýggju átøkini, men hetta helt hann kortini ikki vera neyðugt. Tað veldst kortini um, hvussu stóran dent reglurnar um menningarkvotur fara at leggja á nýskapan. Atlitið til menning og nýskapan eiga at viga nógv, tá menningarkvoturnar skulu býtast, sigur Ludvík við Stein. Neyð lærir nakna kvinnu at spinna, men sum skipanin er í dag, eru fleiri reiðarar ikki nóg naknir til at teir noyðast at fara undir at spinna, sigur hann. Í fiskivinnunýskipanini, sum varð samtykt í farnu viku, er ásett, at 8,5 av føroysku kvotuni av ávísa fiskaslagnum skulu kunna latast út sum menningarkvotur. Fyritreytirnar hjá einum øki fyri at fáa lut í menningarkvotunum eru millum annað arbeiðsloysi og vantandi fólkavøkstur. Menningarkvoturnar høvdu gjørt størri nyttu, um heimaflotin fekk tær, heldur Jørgen Niclasen, tingmaður og formaður fyri Fólkaflokkin. Hann tekur ikki undir við menningarkvotunum og mælir til at strika tær. Ingolf S. Olsen, tingmaður fyri Tjóðveldi, heldur hinvegin at menningarkvoturnar fara at elva til nógv økt virksemi og nýskapan kring landið. Tær eru eitt gott amboð at lova nýggjum aktørum framat, serliga tí uppboðssølan gjørdist minni enn samgongan ætlaði. Menningarkvotur eru ein óneyðuga dýrur máti at umfordeila virðir kring landið. Tað er ikki vist, at tú fært bestu virðisøkingina fyri samfelagið við at býta fiskirættindini eftir økjum, sigur Djóni Højgaard, búskaparfrøðingur. Strandfaraskip landsins bjóða Mykinesleiðina út frá 2018 at rokna. Leiðin verður boðin út at røkja í trý ár við møguleika at leingja sáttmálan í tvey ár til og við 2022. Strandferðslan treytar sær at kunna leiga skipið á Mykinesleiðini til sigling á øðrum leiðum 80 dagar um árið. Hvør dagur kostar í mesta lagi 9.000 krónur. Spanski forsætisráðharrin, Rajoy, koyrdi stjórnina í Katalonia frá eftir fólkaatkvøðuna um loysing í heyst, og skrivaði út val til landspartatingið. Fleiri leiðarar á loysingaveinginum eru fongslaðir, og frákoyrdi katalonski forsetin, Carles Puigdemont, hevur rikið valstríð úr Belgia, har hann hevur hildið til seinastu mánaðirnar. Evropa tíðindakvinnan hjá danska kringvarpinum, Anna Gaarslev, sigur, at valið í dag snýr seg enn einaferð loysing, ella um Katalonia skal verða verandi í Spania. Veljarakanningar í Katalonina benda á, at hvørki loysingarflokkarnir ella flokkarnir, sum eru ímóti loysing, fáa meiriluta á valinum í dag. Bretski varaforsætisráðharrin, Damian Green, hevur lagt frá sær eftir áheitan frá Theresu May, forsætisráðharra, tí hann hevur sagt ósatt í einum máli um pornografiskar myndir, sum vórðu funnar á arbeiðsteldu hansara í 2008. Men í einum brævi til Theresu May, sum eisini er kunngjørt á heimasíðuni hjá bretsku stjórnini, viðgongur frákoyrdi varaforsetin, at hann átti at verið greiðari í útsagnum sínum til fjølmiðlarnar í 2008, og at løgreglan síðani reisti málið í 2013. Damian Green er eisini lagdur undir at hava sýnt óhóskandi atburð móti eini tíðindakvinnu, og tað harmast hann um í brævinum til forsætisráðharran. Í kjalarvørrinum av hesum báðum málunum hevur Theresa May, forsætisráðharri, síðani heitt á Damian Green um at leggja frá sær sum varaforsætisráðharri. Inntøkuskatturin og felagsskatturin lækka, men tey, sum eru ímóti nýskipanini, siga, at bara tey múgvandi fáa ágóða av skattalættanum. Trump sigur, at skattaskipanin er ein søguligur sigur fyri amerikansku familjuna, arbeiðarar og fyritøkur. Hann sigur, at fyrstu úrslitini av nýskipanini fara at merkjast longu í februar. Hetta er tiltak, sum Tvøroyrar kommuna skipar fyri upp undir Jobmatch tiltakið í Norðurlandahúsinum 28. desember, har kommunan eisini verður við. Á henda hátt kunnu sambond knýtast, ið kunnu verða sera hent, tá útbúgvingin er liðug, og søkjast skal um arbeiði, sigur Tvøroyrar kommuna. Løgreglan sigur, at bilurin eftir øllum at døma koyrdi á fólkini við vilja, men tað er ikki greitt, um talan er um eina yvirgangsatsókn. ES sigur, at 13 nýggjar lógir hesi seinastu tvey árini hava givið stjórnini í Póllandi møguleikar at leggja seg út í rættarskipanina. Duda sigur sambært BBC, at lógirnar styrkja um fólkaræðið í landinum, bøta um rættarskipanina og endurreisa trúnna hjá borgarunum á dómsvaldið. Konservativa stjórnin í Póllandi kallar stigini úr ES fyri poltisk , og hon hevur fleiri ferðir sagt, at bygnaðarbroytingarnar eru neyðugar fyri at basa dugnaloysi og korruptión í rættarskipanini. Øll ES limalondini skulu nú gera av, um Pólland við sínum inntrivum í rættarskipanina brýtur grundreglurnar í ES. Ein slík samtykt krevur, at 22 av limalondunum eru fyri. Møgulig tiltøk móti Pólland kunnu koma seinni, men ES hevur boðað frá, at stigini, sum eru tikin eftir grein 7, kunnu ógildast aftur, um Pólland gongur undir krøvini innan tríggjar mánaðir. Tiltøkini kunnu hava við sær, at Pólland missir sín atkvøðurætt í ES høpi, men slíkt stig krevur, at øll londini standa saman, og Ungarn hevur longu boðað frá, at tey fara at forða fyri slíkari samtykt. Tey eiga sjálvi at loysa ósemjuna. Lóggevandi valdið, løgtingið, skal bara í heilt serligum førum leggja seg út í samráðingar á arbeiðsmarknaðinum. Tá ein sáttmálapartur lýsir verkfall ella verkbann, má man ganga út frá, at parturin er tilvitaður um, hvat hetta merkir, sigur Arbeiðsgevarafelagið og leggur afturat, at sáttmálaparturin má tí klára at standa við stríðsstigið, til semja er funnin. Leivur Jacobsen skipar kvæðið, Frúgvin Espalín, í Klaksvíkar Dansifelag. Í Sumbiar Dansifelag skipar Albert Djurhuus kvæðið, Grímur á Miðjanesi. Kjartan Ólavsson kvøða tey í Leikum Fagurt, Gullbrand Simonsen skipar. Og at enda skipar Niels á Velbastað Fípuna Føgru í Dansifelagnum í Havn Kvinnurnar hjá EB Streymi Skála eru føroyameistarar á fyrsta sinni, U21 hondbóltslandsliðið spældi seg til HM endaspælið, A landsliðið í fótbólti setti met. 2017 hevur verið eitt gott og hendingarríkt ítróttarár. Fleiri góð úrslit hava verið og fleiri nýggj met eru sett, bæði innanlands og uttanlands. Vit líta aftur á árið við innsløgum og gestum í sjónvarpsstovuni.Vit fara at tosa við fleiri ítrottarfólk, sum so ella so hava verið við til at gera hetta árið minningarríkt. Saman við teimum hyggja vit bæði frameftir og aftureftir. Manglar tú at finna tær síðstu jólagávurnar, men tú veitst ikki, hvat tú skalt keypa Tað er allarhelst ein kensla, sum tey flestu kenna. Kinna Poulsen, listaummælari og bloggari, gevur her síni boð uppá nakrar jólagávur við føroyskum listarligum íblástri, sum tú kanst geva til tann, sum eigur alt. Heldur tú, at jólini hava lyndi til at gerast ein ovurmaterialistisk og grunn forbrúksfest, so er kanska tíð uppá at satsa meira listarliga, tá tú keypir jólagávur. List og design leggur upp til djúptøkni ella stimbrar okkum fagurfrøðiliga, og nógvir eru gávumøguleikarnir á økinum. Her eru nøkur uppskot. Keyp eina plátu Tað ber bara til um viðkomandi eigur ein plátuspælara, sjálvandi. Men ein pláta er altíð ein góð listagáva, hvørs virði í grundini ikki verður gjørt til einkis av tónleikaveitarum á netinum sum Spotify o líknandi. Í sambandi við gávur er tað enn sum áður tankin ella ætlanin við henni, sum telur, og tí er tað nakað serligt at fáa eina plátu frá onkrum, sum viðkomandi hevur hugsað, at tú skalt seta teg niður at lurta eftir. Tað finnast nógvar góðar plátur, eg veit ikki um nýggja útgávan, As the sun sinks down hjá Ragnari Finnson er komin á vinyl, men sangurin, ið varð spældur í Útvarpinum, er góður. Eisini er Funeral hjá Heiðriki á Heygum framhaldandi vøkur, djúp og løtt at lurta eftir. Myndlistagávan Myndlist er ofta lutfalsliga dýr. Í øllum førum tá talan er um oljumálningar, bronsustandmyndir og annað tílíkt. Men myndlist úr pappíri, leiri ella øðrum tilfari kann eisini vera góð og munandi bíligari. Hanni Bjartalíð hevur fyri stuttum gjørt nøkur gávuprent í Steinprent til grafikkáhugafelagið Steinbrá. Myndevnisliga fevna tær um nakrar ymislittar fløskur, ið standa í fleiri røðum sum ein dekorativ, spræklig og vøkur heild. Øll kunnu gerast limir í Steinbrá og á tann hátt fáa steinprent sum tað hjá Hanna Bjartalíð fyri 500 krónur. Glitrandi gávur Nógvum dámar at fáa smykkur í jólagávu. Eg haldi sjálv, at tað er meira romantiskt at fáa eitt vakurt hálsprýði ella oyralokkar enn at fáa okkurt nyttugt til køkin til dømis. So líðandi eru fleiri føroyskir smykkudesignarar á marknaðinum, sum gera prýði, ið kosta meira og minni og har kann mann velja tað, mann hevur ráð at keypa. Ragnhild Dam ger smykkur í einføldum, men fyndugum sniði við smáum silvurkúlum. Hon setir saman pussað og oksiderað silvur, og í staðin fyri at vera slættar og geometriskt rundar, eru hennara smykkur buglutar og fjálgar. Bókagávan Bøkur eru altíð góðar gávur. Staðfest er, at vit gerast alsamt eldri, tí vit halda kroppin við líka, men hvussu er við høvdinum At lesa er gott, og tað finnast so ómetaliga nógvar góðar bøkur. Um vit hyggja at teimum føroysku, er nýggja skaldsøgan hjá Carl Jóhan Jensen Sær ein fuglabók av gloymsku eitt gott boð. Keypir tú til onkran, sum ikki hevur tíð til drúgvan skaldsøgulestur, vel so tað stórbæra Gudahøvdið hjá Jóanesi Nielsen ella Lýtt lot, fyrsta modernistiska yrkingasavnið, sum Guðrið Helmsdal Nielsen læt úr hondum í 1963, og sum Sprotin hevur endurútgivið. Og skal tað ikki vera ov fínlitterert, so hava vit eisini fleiri føroyskar krimihøvundar at velja ímillum. Endurnýtsla er skilagóð og í handlinum hjá Reyða Krossi í Vágsbotn finnast góðar bókagávur fyri bert 5 krónur fyri hvørja. Ein listauppliving í jólagávu Um tú skalt keypa eina gávu til hann ella hana, ið eigur alt, og sum ikki tímir at eiga meira, ja so ber til at keypa eina listauppliving. Nógva staðni ber til at keypa gávukort til biografbillettir, konsertbillettir og so framvegis. Tjóðpallur Føroya hevur eisini reklamerað við møguleikanum og tað haldi eg av sonnum er ein fantastisk gáva at fáa. Sonevnda Kærleikskúlan, sum er ein lítil prýðislutur, ið øll kunnu finna rúm fyri, er eisini eitt gott gávuhugskot. Guðrið Poulsen sniðgav ársins Kærleikskúlu, hon kostar 400 krónur og allur søluágóðin fer til mennandi virksemið hjá Dugna. Til dømis skipar Dugni fyri arbeiðsvenjing, endurbúgving og umskúling til fólk, sum hava torført við at fáa ella varðveita arbeiði, so hesi kunnu fara víðari út í arbeiði ella undir útbúgving. Ull er Føroya gull Um vit halda fast í hasi hugsanini um, at tað er tankin, sum telur, er tað kanska ikki so galið at geva okkurt, sum hitar, sum er mjúkt, fjálgt og lekkurt til dømis at seta seg á. Seyðaskinnið hevur fingið eina renesansu, nógvum dámar at hava seyðaskinn til prýði í stovum og kømrum. Ein jólaklassikari er bundna troyggjan, og hevur mann ikki sitið við stokkum í vikur og mánaðar, ber til at keypa seg burturúr tí og til dømis keypa eina jólareyða troyggju frá Steinum. Tær fáast saman við nógvum øðrum sniðgávum hjá Østrøm, har eisini minni gávur fáast fyri færri pengar. Annað jólakvøld skipar Símun Hansen Rudisarvísu í Tøkum Lætt. Sigmund í Hoyvík skipar Tístramstátt í Dansifelagnum í Havn. Tórður Johannesen skipar Hertugen red fra Kolding by í Stígum Fast. Tórgerð Rasmussen skipar Sniálvstátt í Eysturoyar Dansifelag. Jóan Pauli Gregersen skipar Tá eg verði stórur í dansi í Gøtu. Karin Brattaberg skipar Ribbolt er en greve søn í Dansifelagnum í Havn. Helga Hermansen skipar Kjartan Ólavsson, 1 . tátt, umborð á Norrønu, Tøkum Lætt og Dansifelag Kaggans kvøða. At enda skipar Bjarni Vestergaard Engang det sig nu hændte í Sumba. Nú liðugt er at bera pakkarnar umborð á skipini, kann staðfestast, at tilsamans 100 pakkar fleiri vórðu latnir í ár samanborið við í fjør, og øll skip, eisini nýggj í flotanum, hava fingið jólapakkar frá sjómansmissiónini. Talan er um 78 fiskiskip, 16 handilsskip, 15 skip í frálandavinnu og 2 vaktarskip, og tey hava tilsamans fingið 1.271 pakkar, skrivar sjómanstrúboðarin, sum samstundis takkar teimum, sum hava latið pakkar. Norðstreymoyar vestara prestagjald fevnir um Kvívík, Vestmanna og Kollafjørð, og Norðstreymoyar eystara prestagjald fevnir um Hvalvík, Hósvík, Haldórsvík og Tjørnuvík. Í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi hevur presturin, sum býr í Hvalvík, kirkjubøkurnar um hendi, og hevur myndugleikan at skráseta føðingar og jarðarferðir. Jógvan Fríðriksson, biskupur, heitti fyri góðum tveimum árum síðani á landsstýriskvinnuna í mentamálum at skipa so fyri, at Norðstreymoyar prestagjald verður býtt sundur í tvey sjálvstøðug prestagjøld, og í heyst varð umbønin játtað. Eftir ætlan skuldi rættargongdin byrja hesa vikuna, men í evstu løtu bað Abdeslam um at fáa ein verja, og tí er rættarfundurin útsettur í hálvan annan mánað. Hann og ein vinmaður hansara kunnu verða dømdur 40 ára fongsulsrevsing fyri at hava skotið eftir løgregluni. Teir eru eisini ákærdir fyri drápsroynd móti fleiri løgreglufólkum í sambandi við yvirgangsatsóknina, og fyri at hava ólóglig vápn í varðveitslu. Í skotbardaganum í Brússel fingu fleiri løgreglufólk skaða, samstundis sum ein maður, ið var undir illgruna í sambandi við yvirgangsatsóknina, varð skotin til deyðis. Abdeslam varð handtikin fýra dagar eftir skotbardagan í einum øðrum býarparti í Brússel, og hevur síðani mest sum alla tíðina sitið í fongsli í Paris, har hann hevur bíðað eftir at koma fyri rættin í sambandi við yvirgangsálopið í november 2015. Talsmaður fyri sjóverjuna í Filipsoyggjum, Armand Balilo, sigur, at veðrið er helst høvuðsorsøkin til vanlukkuna. Hann leggur afturat, at skipið varð góðkent til 280 ferðandi, skrivar BBC. Ein av teimum, sum slapp frá hendignini við lívinum, Donel Jade Mendiola, sigur, at tey høvdu siglt einar tveir tímar, tá ferjan kom í illveður og fekk trupulleikar. Ferjan fekk motorskaða og fór at leka. Ferðafólkini fóru øll út í annað borðið, og tá tók hon nógvan sjógv inn og sakk, skrivar NTB tíðindastovan. Løgreglan vil fegin frætta frá fólki, sum halda seg hava sæð okkurt, sum kann hava samband við skottilburð á Argjum í gjár. Eingin persónsskaði var. Hildur Hentze, dagligur leiðari á kriminaldeildini, sigur, at persónurin helst hevur staðið á eini gøtu longri uppi og hevur latið skot av, sum fór ígjøgnum tekjuna, og endaði í vegginum inni á vesinum. Fyri tveimum árum síðani gjørdu kostfrøðingarnir eina nøgdsemiskanning millum sjúklingarnar, og tað vísti seg, at sjúklingarnir ikki vóru heilt nøgdir við matin. Mongdirnar vóru ov stórar, maturin var blandaður saman á tallerkinum, og sjúklingarnir høvdu ikki møguleika at velja millum ymisk sløg av mati. Tað var nakað av tí, sum kanningin vísti, sigur Gyða í Gongini. Eitt nú hava vit keypt nýggjar tallerkar og gjørt tað soleiðis, at hvør máltíð ikki virkar so møtumikil. Harafturat kunnu sjúklingar sjálvur koyra eitt nú sósina út yvir matin, soleiðis at sósin ikki er koyrd á allan matin. Og til millummála hava sjúklingar nú møguleika at velja millum ymisk sløg av mati. Júst milummálin er umráðandi, tí hann verður aloftast ikki etin, tá fólk eru sjúk, sigur Gyða í Gongini. Summum børnum dámar væl alt hetta hóvastákið, meðan onnur børn ikki eru so fegin um jólamannin, sum kemur við gávum, ella drillinissina, sum ger mjólkina, sum skal í havragrýnið um morguni, grøna. So leingi børnini halda, at tað er stuttligt, og tey á ongan hátt eru bangin fyri jólamanninum, so bilar einki, um foreldrini so at siga lúgva um jólamannin ella drillinissuna, sigur Gurið Simonsen, sum er sálarfrøðingur. Sambært henni eru jólamenn og vættrar við til at skapa eitt serligt huglag og gera mánaðin spennandi og stuttligan. Men tað er umráðandi, at foreldur lurta eftir barninum. Tá barnið byrjar at leggja tvey og tvey saman, kunnu foreldur fortelja barninum, at hetta við jólamanninum passar ikki ordiliga. Tað er eingin orsøk tá til at halda fram við søgunum og royna at sannføra barnið um, at jólamaðurin er til og so framvegis, sigur Gurið Simonsen. Sambært kringvarpsstjóranum er orsøkin illoyali atburður hennara mótvegis stjóra og stovni við at skriva ósannindi um stjóran til stýrisformannin og lata hesi ósannindi leka út, soleiðis at tað millum annað stóð at lesa í Vikuskiftis Sosialinum 24. november 2017. Tíðindaleiðarin hevur við hesum illoyala atburði móti stovninum hevur skatt umdømið hjá stovninum og álitið á leiðsluna á slíkan hátt, at avgerð er tikin um at loysa hana úr starvi. Viðmerkingarnar í hoyringssvarinum hava ikki broytt upp á ætlanina, sum soleiðis er framd í dag. Tíðindaleiðarin er sostatt loyst úr starvi sínum við virknaði frá 1. januar 2018 við uppsagnartíð samsvarandi setanarbrævinum, og er hon fríttstillað í uppsagnartíðarskeiðnum, sigur Johnny í Grótinum, millum annað í kunning til miðlarnar í dag. Stutt eftir at ætlanarskrivið um uppsøgn varð sent til Liljuna Weihe tíðindaleiðaran, varð Johnny í Grótinum, stjóri kærdur til stýrið av fleiri starvsfólkum í kringvarpinum. Kærurnar snúðu seg í høvuðsheitum um, at stjórin hevði lagt seg út í tíðindaflutningin, og at stjórin var ógegnigur í einum ávísum málið, sum tíðindadeildin dekkaði. Stýrið hevur viðgjørt kærurnar á fundi har frágreiðingarnar frá teimum ymsu pørtunum eru gjøgnumgingnar, og spurningar vórðu settir stjóranum hesum viðvíkjandi. Stýrið er komið til ta niðurstøðu, at tað ikki er ein trupulleiki, at stjórin, sum hevur evstu rættarligu ábyrgdina fyri redaksjonella tilfarinum hjá kringvarpinum, er við í innanhýsis kjaki og orðaskifti um tíðindaflutningin. Haraftrat, at tað at stjórin ikki hevur journalistiska útbúgving, ikki hevur givið stýrinum orsøk at seta honum serligar treytir ella avmarkingar í sínum dagliga virki. Viðvíkjandi gegni er avgerandi, at stjórin sjálvur skilur, hvat ávirkar hansara gegni, og tekur avgerðir eftir hesum, sigur kringvarpsstýrið. Stjórin sjálvur sigur soleiðis Eg havi ikki luttikið á nøkrum redaktiónsfundi, har skattamálið er blivið umrøtt hvørki áðrenn ella aftaná, at Jan Lamhauge tann 23. oktober, gjørdi meg varugan við ein møguligan gegnistrupulleika. Stýrið tekur hetta til eftirtektar, og metir at stjórin hevur tikið illgrunan um ógegni í álvara og gjørt tað, sum skal til, fyri ikki at persónligu sambond hansara ávirka tíðindaflutningin. Tað var ikki góð fyrisiting, tá Høgni Hoydal, landsstýrismaður, í januar broytti kunngerðina um fiskiskap eftir makreli í ES sjógvi, sum varð lýst stutt fyri jól í fjør, so parturin hjá nótaskipunum minkaði við 1500 tonsum. Men broytingin var ikki óheimilað, tí nótaskipini mistu ikki av eginkvotuni, og kundu fiska tey 1500 tonsini í føroyskum ella altjóða sjógvi ístaðin. Formaðurin í Landsstýrismálanevndini vil kortini ikki svara, um avgerðin ikki skapar fordømi, og tí kunnu onnur landsstýrisfólk gera tað sama. Landsstýrismálanevndin hevur nú avgreitt allar kærurnar, sum nevndin hevði. Tað var 26. januar at Høgni Hoydal broytti kunngerðina um fiskiskapin eftir makreli í ES sjógvi, sum hann annars hevði lýst 22. desember í fjør. Jørgin Niclasen, løgtingsmaður klagaði broytingina til Landsstýrismálanevndina, at landsstýrismaðurin fyrst útskrivaði fiskirættindi fyri 2017, og síðani í heimildarloysi tók rættindini aftur. Tað skapti eitt sindur av rumbul, og millum annað var Vørn í iva um avgerðina. Bjørn á Heygum advokatur er eisini ivasamur um broyttu kunngerðina Í svari til Landsstýrismálanevndina sigur Høgni Hoydal, at ætlanin var, at ein partur skuldi latast nótaskipunum, ein partur skuldi latast øðrum skipum, og at ein partur skuldi nýtast til vinnuligar makrelroyndir og verkætlanir. So skjótt sum onnur skip enn nótaskipini fingu loyvi at fiska, fiskaðu tey skjótt, og longu hálvan januar var meginparturin av teimum 15.800 tonsum fiskað. Og tí høvdu skipini sum skuldu søkja um at gera royndir, einki at fiska í ES sjógvi, og tí mátti kunngerðin broytast. Einasti møguleiki at gera tað, var við at taka 1500 tons frá nótaskipunum, sum kortini einki mistu av egnum kvotum, og kundu fiska makrelin í føroyskum og altjóða sjógvi. Meirilutin í Landsstýrismálanevndini vísir á, at hóast tað ikki er góður fyrisitingarsiður at broyta kunngerðina, so heldur meirilutin ikki at talan var um ósakligar oprsøkir til at lækka partin hjá nótaskipunum, tí tey høvdu møguleika at fiska makrelin aðrastaðni. Vit ætlaðu at fáa formannin í Landsstýrismálanevndini at svara uppá, um avgerðin hjá nevndini ikki skapar fordømi, so ein annar landsstýrismaður kann gera tað sama, uttan at tað fær fylgjur, og um ein annar landsstýrismaður ikki kann gera av at taka nógv størri nøgd frá eitt nú nótaskipunum, uttan at tað fær fylgjur. Magnus Rasmussen, formaður í Landsstýrismálanevndini sigur seg skilja sjónarmiðið, men at nevndin viðgerð mál tá tey koma til nevndina, og hann vil ikki gera viðmerkingar til niðurstøðuna hjá nevndini í hesum málinum. Herrópið, rættið skeivleikan , sum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar brúkti undir sínum sáttmálastríði, er nú flutt inn í felagið sjálvt. Fleiri sjúkrarøktarfrøðingar eru ónøgdir og vónbrotnir, tí á teirra lønarkontu sæst als einki til tær mongu milliónirnar, sum fakfelagið fekk í semjuni við Fíggjarmálaráðið. Fyri akkurrát einum mánaði síðani segði Óluvá í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar soleiðis, tá hon varð spurd, um felagið við nýggja sáttmálanum hevði rætta tann skeivleikan , sum felagið hevði ført fram, var, sammett við aðrar lønarbólkar. Og jú, tað var heilt á eini leið, svaraði forkvinnan Við ti lønartalvuni, sum vit hava undirskrivað í dag, so halda vit, at vit eru komin langt á mál við at rætta tað, segði hon um nýggja lønarsáttmálan. Men nógv bendir á, at skeivleikin nú er fluttur inn í felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, tí hóast felagið fekk 26 milliónir krónur tvey tey næstu árini til limir sínar, so eru ávísir sjúkrarøktarfrøðingar vónbrotnir, nú lønin er komin, og lønarseðlar granskaðir. Gunnvá Winther, Eva Gardar, Sólgerð á Bakkanum, Tóna í Niðristovu og Laila Nikolajsen hava allar mist pengar í sambandi við nýggja sáttmálan hjá Sjúkrarøktarfelagnum, sum annars skuldi tryggja øllum sjúkrarøktarfrøðingum lønarhækkan. Óluva í Gong, forkvinna í sjúkrarøktarfelagnum, sigur, at felagið fer at hyggja nærri at lønarviðurskiftinum í januar. Síggj innslag og samrøðu við Óluvu her . Fleiri sjúkrarøktarfrøðingar missa part av viðbótini, nú nýggi sáttmálin er komin í gildi, og tí fara summar teirra niður í løn, hóast grundlønin hækkar. Sjúkrarøktarfrøðingarnir eru vónbrotnir. Men hetta eru treytirnar fyri lønarhækkingini, sigur forkvinnan í Sjúkrarøktarfrøðingafelagnum. Óluvá í Gong, forkvinna, sigur, at í januar mánað fer Sjúkrarøktarfrøðingafelagið at hyggja nærri at lønarviðurskiftunum hjá hvørjum einstøkum limi. Liljan Weihe, tíðindaleiðari í Kringvarpinum, er í dag loyst úr starvi. Tað boðar Johnny í Grótinum, stjóri, frá í tíðindaskrivi seinnapartin. Tíðindaleiðarin seinnu árini fekk ætlanarskriv fyri trimum vikum síðani. Sambært stjóranum er orsøkin til uppsøgnina, at tíðindaleiðarin hevur verið illoyal mótvegis stjóra og stovni við at hava skrivað ósannindi um stjóran til stýrisformannin og við at leka upplýsingar til fjølmiðlar. Leiðslan fyri Fróðskaparsetrið hevur í dag havt fund at umrøða, hvat Setrið skal gera, nú fíggjarlógin fyri komandi ár er samtykt. Fróðskaparsetrið fekk ikki játtanina, tað bað um, og ein avleiðing verður helst, at færri lesandi verða tikin inn komandi ár, sigur Ólavur Ellefsen, stýrisformaður. Seinast katalanar fóru á val endaði tað við samanbrestum millum veljarar og sponsku ríkisløgregluna og valið var kolldømt av sponsku stjórnini í Madrid. Umhvørvisstovan hevur einar tíggju umsóknir liggjandi við ætlanum um at brúka áirnar til streymframleiðslu, nú SEV ikki longur hevur einkarrættin. Men hetta er nýtt, og viðgerðartíðin kann gerast long, tí tryggjast má, at áirnar ikki verða lagdar turrar, sigur Umhvørvisstovan. Men hvat hugsa føroyingar, tá vit siga fiskivinnunýskipan Tað hava vit spurt fólk á gøtuni, og hví er tað ársins orð, spurdu vit fólk í dómsnevndini. Lurtararnir hjá morgunsendingini sendu inn umleið 70 orð. Málráðið valdi tíggju burtur úr rúgvuni, og síðani funnu tey saman við feløgunum Føroysk Marknaðarfólk og Føroysk Miðlafólk vinnararðið, fiskivinnunýskipan , í beinleiðis sending í morgun. Sáttmálin, sum fíggjarmálaráðið gjørdi við Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar í november hevur gjørt samráðingarnar við Føroya Pedagogfelag torførari. Tað heldur Jan Mortensen, stjóri á lønardeildini. Hann heldur, at samráðingarskipanin á almenna arbeiðsmarknaðinum átti at verið broytt soleiðis, at fakfeløgini samráðast um felags lønarkarm. Trupulleikin frameftir verður, at tað verður torført at sannføra eitt fakfelag at koma fyrst til samráðingarborðið, um lønarvøksturin verður hægri hjá teimum, sum koma seinni, heldur stjórin á Lønardeildini. Sambært tølum hjá lønardeildini, kosta sáttmálasettir námsfrøðingar millum 500 og 600 milliónir krónur tilsamans um árið hjá landinum. Skal lønarvøksturin hjá pedagogum verða tann sami sum hjá sjúkrarøktarfrøðingum umleið 10 prosent í miðal so fer vøksturin at kosta millum 50 og 60 milliónir krónur. Lønarvøksturin, sum lønardeildin sjálv hevur skotið upp, er umleið helvtin av hesum. Jógvan Philbrow hevur onga viðmerking í kvøld. Fleiri sjúkrarøktarfrøðingar fáa lægri løn, enn áðrenn sáttmálasamráðingarnar. Tað er serliga tær, sum hava nógv ár á baki, men sum ikki hava bachelorútbúgving, sum eru við sviðið soð. Barnsburðarfarloyvið var longt við tveimum vikum, uttan at nakað varð oyramerkt til annað av foreldrunum. Hetta hóvar ikki Javnstøðunevndini, sum heldur, at hetta av sær sjálvum verður oyramerkt til mammuna. Hóast størsti einstaki flokkurin á valinum í Katalonia í dag er ein sambandsflokkur, so er tað loysingarflokkarnir, sum samanlagt hava fingið í øllum førum 70 av teimum 135 tingsessunum og harvið eisini parlamentariska meirilutan, sum teir eisini høvdu, áðrenn fólkaatkvøðuna og áðrenn spanska stjórnin sendi katalansku stjórnina. Til hús, í fongsul ella í útlegd. In s Arrimadas, forkvinna í størsta flokkinum, Ciutadans CS fer tó at royna at skipa samgongu. Flokkir hennara hevur fingið 25 prosent av øllum atkvøðunum, svarandi til 35 tingsessir. Borgarligi loysingarflokkurin hjá Carles Puigdemont, fyrrverandi forseta, sum er í útlegd í Belgia, Junts per Catalunya, ið merkir saman fyri Katalonia, gjørdist tann størsti av teimum trimum loysingarflokkunum við 34 tingmonnum. Tjóðveldisfylkingin ERC fekk 32 tingmenn, meðan triði loysingarflokkurin, CUP, ið er ein vinstrahallur anarkistiskur flokkur, fekk fýra tingfólk. Úrslitið av valinum fekk alt fyri eitt Carles Puigdemont, fyrrverandi forseta, at krevja, at frákoyrda og lógliga katalonska stjórnin verður innsett av nýggjum og at fongslaðu politikararnir verða leyslatnir alt fyri eitt. Stóri taparin er flokkurin hjá Mariano Rajoy, forsætisráðharra, Partido Popular, ella PP. Hann fekk einans fýra tingmenn í mun til 11 við seinasta val. Spurningurin er so, um tað fer at eydnast loysingarflokkunum at skipa eina samgongu. Sum skilst, eru spenningar millum JuntsxCatalunya og ERC. Og CUP fer ikki at góðtaka nakað annað enn loysing. Vert er at geva gætur, at hóast loysingarflokkarnir fingu ein meirluta av tingmonnunum í katalonska tinginum, so fingu teir undir 50 prosent av samlaðu atkvøðunum. Úrslitið gjørdist, at teir tríggir loysingarflokkarnir vunnu valið við til samans 70 tingmonnum av teimum 135 í katalonska tinginum, Generalitat de Catalynua. Harvið er politiska støðan millum Katalonia og Spania óbroytt í mun til áðrenn alt rumblið, ið stóðst av fólkaatkvøðuni um loysing 1. oktober. Borgarligi loysingarflokkurin hjá Carles Puigdemont, fyrrverandi forseta, sum er í útlegd í Belgia, Junts per Catalunya, ið merkir saman fyri Katalonia, gjørdist tann størsti av teimum trimum loysingarflokkunum við 34 tingmonnum. Tjóðveldisfylkingin ERC fekk 32 tingmenn, meðan triði loysingarflokkurin, CUP, ið er ein vinstrahallur anarkistiskur flokkur, fekk fýra tingfólk. Úrslitið av valinum fekk alt fyri eitt Carles Puigdemont, fyrrverandi forseta, at krevja, at frákoyrda og lógliga katalonska stjórnin verður innsett av nýggjum og at fongslaðu politikararnir verða leyslatnir alt fyri eitt. Stóri vinnarin gjørdist tó Ciutadans flokkurin, sum merkir borgaraflokkurin, ið fekk 36 sessir í tinginum. Hann fekk 26 við seinasta val í 2015. Talan er um ein flokk, ið hellir meira til sjálvstýri enn loysing. Stóri taparin er flokkurin hjá Mariano Rajoy, forsætisráðharra, Partido Popular, ella PP. Hann fekk einans fýra tingmenn í mun til 11 við seinasta val. Spurningurin er so, um tað fer at eydnast loysingarflokkunum at skipa eina samgongu. Sum skilst, eru spenningar millum JuntsxCatalunya og ERC. Og CUP fer ikki at góðtaka nakað annað enn loysing. Vert er at geva gætur, at hóast loysingarflokkarnir fingu ein meirluta av tingmonnunum í katalonska tinginum, so fingu teir undir 50 prosent av samlaðu atkvøðunum. Loysingarvongurin fær, eftir øllum at døma, 70 av 135 sessum í landspartatinginum í Katalonia. Neyðugt er at hava 68 sessir fyri at fáa avgjørdan meiriluta. Útslitið vísur eisini, at Ciudadanos, sum er sambandsflokkur, og sameindi hjá spanska stjórnarflokkinum, verður helst størsti flokkur við 25 prosentum av atkvøðunum og 35 sessum í landspartatinginum. Men tað kann gerast torført hjá flokkinum at samstarva við aðrar flokkar í nýggjari landspartastjórn, tí hann stendur langt frá hinum flokkunum. Greiði meirilutin hjá loysingarflokkunum er dyggur frammaná hjá spanska forsætisráðharranum, Mariano Rajoy, sum sendi landspartatingið til hús og skrivaði út nýval, í vón um, at fólkið í Katalonia fór at atkvøða fyri flokkum, sum vilja hava landspartinum at vera verðandi undir Spania. Valluttøkan var methøg, sambært almennum tølum høvdu nærum 70 prosent av veljarunum verið á vali tveir tímar áðrenn valhølini stongdu. Spanska stjórnin skrivaði út nýval eftir umstríddu loysingarfráboðanina í landspartatinginum. Fráboðanin fekk stjórnina í Madrid at senda landspartatingið til hús, og landsparta forsetin, Charles Puigdemont, og stjórn hansara vóru rikin frá valdinum. Avkvøðugreiðsla var í ST høvuðssætinum í gjárkvøldið. Níggju lond atkvøddu í móti, og 35 atkvøddu ikki, millum annað Ísland og Kanada. Ísraelski forsætisráðharrin, Bemjamin Netanyahu, hevur sagt, at Jerusalem verður høvuðsstaður Ísraels, sama, um ST viðurkennur tað ella ikki. Undan atkvøðugreiðsluni í gjárkvøldið lýsti Netanyahu ST at vera húsið sum lýgur . Hann legði aftrat, at hugburðurin mótvegis Ísrael er í ferð við at broytast í nógvum londum. Samtyktin er ikki bindandi, men er kortini dyggur smeitur fyri amerikanska forsetan, Donald Trump. Hann staðfesti fyri stuttum, at USA viðurkennur Jerusalem sum høvuðsstað Ísraels, og at amerikanska sendistovan skal flytast úr Tel Aviv til Jerusalem. Fleiri lond kring allan heim fordømdu avgerðina. Ísrael hevur hertikið Eystur Jerusalem og tað er í stríð við altjóða sáttmálar, og palestinar vilja hava partin av býnum, sum sín komandi høvuðsstað. Fyrradagin ávaraði Donald Trump tjóðirnar, sum fóru at atkvøða ímóti amerikonskum áhugamálum í ST. New York Times skrivar, at Trump hótti við, at tey fara at missa fíggjarliga stuðulin frá USA Vit fylgja við hesum atkvøðunum. Lat tey bara atkvøða ímóti okkum, tí so spara vit nógv. Tað leggja vit einki í, segði amerikanski forsetin, sambært New York Times. Amerikanski ST sendiharrin, Nikki Haley, segði í røðu síni beint undan atkvøðugreiðsluni, at USA fer at minnast henda dagin, tá álop varð framt móti landinum í ST aðalráðnum. Bannið er tikið av aftur, tí Fiskimannafelagið og reiðaríið gjørdu semju í gjárkvøldið. Ikki ber til at fáa at vita, hvør semjan er, og hvussu nógv, limirnir í Fiskimannafelagnum fáa at býta millum sín umframt hýruna. Ósemjan var um, hvussu avtalan millum Fiskimannafelagið og reiðaríið, P f Jókin í Hvalba, skuldi tulkast. Nú eru partarnir vorðnir samdir um tað, og mynstringarbannið er tikið av aftur. Arctic Voyager hevur landið 500 tons av svartkjafti til Pelagos í gjárkvøldið. Skipið fer eftir tí, sum eftir er av kvotuni, eftir jól. Tí er ikki gjørligt at gera av, um stuðulin er við til at røkka endamálinum í lógini um innihald og politiska viljanum við stuðlinum, sigur nevndin. Miðlastuðulsnevndin heldur tað tí vera skilagott seinni at meta um, um stuðulin hevur verið við til at røkka kravinum um ávíst slag av innihaldi, sum nevnt verður í viðmerkingunum um lógina. Í tveimum sendingum á jólum hittir Jógvan Arge argjamannin Jóannes Martin Hansen, sum er sølumaður og í fleiri ár hevur rikið egið fiskavirki í Litava. Hann er útbúgvin cand. negot. úr Odense og hevur síðani síðst í 80unum arbeitt við útflutningi. Jóannes Martin er ABari við stórum A, men hevur ættarbond til Hvalbiar og Dals. Jólagesturin 2017 verður at hoyra jóladag og 2. jóladag klokkan 14 15. Har verður mangt og hvat at hoyra úr Føroyum og ikki minni úr Litava, sum hevur havt eina umleypandi og stundum dapra søgu. Avkvøðugreiðsla var í ST høvuðssætinum í gjárkvøldið. Níggju lond atkvøddu ímóti, og 35 atkvøddu ikki, millum annað Ísland og Kanada. Ísraelski forsætisráðharrin, Bemjamin Netanyahu, hevur sagt, at Jerusalem verður høvuðsstaður Ísraels, sama, um ST viðurkennur tað ella ikki. Undan atkvøðugreiðsluni í gjárkvøldið lýsti Netanyahu ST at vera húsið sum lýgur . Hann legði afturat, at hugburðurin mótvegis Ísrael er í ferð við at broytast í nógvum londum. Samtyktin er ikki bindandi, men er kortini dyggur smeitur fyri amerikanska forsetan, Donald Trump. Hann staðfesti fyri stuttum, at USA viðurkennur Jerusalem sum høvuðsstað Ísraels, og at amerikanska sendistovan skal flytast til Jerusalem. Fleiri lond kring allan heim fordømdu avgerðina. Ísrael hevur hertikið Eystur Jerusalem og tað er í stríð við altjóða sáttmálar, og paletinar vilja hava partin av býnum, sum sín komandi høvuðsstað. Fyrradagin hartaði Donald Trump tjóðirnar, sum fóru at atkvøða ímóti amerikonskum áhugamálum í ST. New York Times skrivar, at Trump hótti við, at tey fara at missa fíggjarliga stuðulin frá USA Vit fylgja við hesum atkvøðunum. Lat tey bara atkvøða ímóti okkum, tí so spara vit nógv. Tað leggja vit einki í, segði amerikanski forsetin, sambært New York Times. Amerikanski ST sendiharrin, Nikki Haley, segði í røðu síni beint undan atkvøðugreiðsluni, at USA fer at minnast henda dagin, tá álop varð framt móti landinum í ST aðalráðnum. Í ár hevur TAKS lagt hald á 23 kilo av rúsevnum, og tað er munandi meir enn í fjør, tá hald varð lagt á 6 kilo. Morgunsendingin var á vitjan hjá Tollvaldinum, har vit tosaðu við Julian Thomsen, tollara, um arbeiði hjá tollarunum, og hvussu teir bera seg at fyri at fanga rúsevnissmuglarar. Í tveimum sendingum á jólum hittir Jógvan Arge argjamannin Jóannes Martin Hansen, sum er sølumaður og í fleiri ár hevur rikið egið fiskavirki í Litava. Hann er útbúgvin cand. negot. úr Odense og hevur síðani síðst í 80unum arbeitt við útflutningi. Jóannes Martin er ABari við stórum A, men hevur ættarbond til Hvalbiar og Dals. Jólagesturin 2017 verður at hoyra jóladag og 2. jóladag klokkan 14.15. Har verður mangt og hvat at hoyra úr Føroyum og ikki minni úr Litava, sum hevur havt eina umleypandi og stundum dapra søgu. Rúni Vang Poulsen, stjóri í Smyril Line, sigur, at skal ferðavinnan í Føroyum halda fram at vaksa, er neyðugt, at útboðið av gistingarmøguleikum verður størri og meira fjøltáttað. Fyri løtu síðani skrivaðu Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost, og Jóhanna Lava Køtlum, stjóri í Fiskaaling, undir avtaluna. Hon ber í sær, at Bakkafrost fær ábyrgdina av vinnuliga virkseminum hjá Fiskaaling tað er at varðveita føroyska laksastammuna, uppbyggja lívfiska familjur, gera kynbótararbeiði og framleiða rogn. Avtalan hevur stóran fyrimun fyri Bakkafrost, sum nú kann marknaðarføra seg við reinari føroyskari virðisketu. Men avtalan gevur eisini føroyskari alivinnu sum heild tryggari karmar, heldur Regin Jacobsen. Fiskaaling heldur fram sum granskingarstovnur og fer framvegis at røkja eftirlitsuppgávur, gera hagtøl og annað. Hetta virksemið verður framhaldandi undir landinum. Poul Michelsen, landsstýrismaður, heldur tað vera upplagt, at privata vinnan tekur yvir ávísar partar av virkseminum hjá Fiskaaling. Kynbótararbeiði og menning av føroyska lívfiskinum sum heild er uppgáva hjá vinnuni og ikki landsuppgáva, sigur hann. Til 2021 varðveitir landið upphavsrættin til lívfiska ílegurnar, og Bakkafrost skal, sambært avtaluni veita øðrum føroyskum alarum rogn, um tað gerst neyðugt. Formliga yvirtekur Bakkafrost verkætlanina 1. apríl næsta ár, men alifyritøkan hevur samstundis bundið seg at gjalda raksturin av verkætlanini frá 1. januar til 1. apríl. Fram til 2021 fer Bakkafrost at leiga lívfiskastøðina í Skopun og framleiðsluhølini við Áir frá Fiskaaling. Fyrst í desember finnur Jóanes Andreasen sær jólamansklæðini fram. Hann hevur úr at gera at pakka gávur og vitja børn, sum gleða seg til jóla. Jóanes hevur nú tjúgu ár á baki sum jólamaður, og hóast beinini ikki orka tað sama longur, er hugurin enn góður at fara út við jólaposanum. Lagt til rættis Dagmar Joensen Næs. Almenna umrøðan av hjáárinum eftir koppseting móti HPV virusinum hevur havt negativa ávirkan á talið av kvinnum, sum lata seg koppseta. Tað metir serlækni í kvinnusjúkum, Kartin Kallsberg, sum sigur, at vandin fyri at fáa lívmóðurhálskrabba orsaka av HPV virusinum er munandi størri enn vandin fyri at fáa hjáárin av HPV koppsetingini. Hoyr samrøðuna við Katrina Kallsberg omanfyri. Tórshavnar Manskór og kórið Eystanljóð úr Gøtu og Leirvík høvdu sunnudagin 10. desember jólakonsert saman, fyrst í Gøtu kirkju og síðani í Vesturkirkjuni í Havn. Seinna konsertin varð fest á band. sigur Jóhan Magnus Gunrim, nú, tað er 10 ár síðani, hann sang sangin Kvirra um fjøll og fløtur inn í studio. Men sangurin er gamal frá 1970 og skrivaður av Øssuri Berghamar. Hoyr Jóhan Magnus greiða frá, hvussu alt kom í lag. Innslagið varð sent í sendingini Vikuskifti 22. desember. Hetta er ein eitt sindur longri samrøða enn tann, sum varð at hoyra í útvarpinum Búi Rouch er útbúgvin dansari og sjónleikari, og nú er hann aktuellur við einari dansiframførslu á Tjóðpalli Føroya. Leikurin kallast Above and Beyond. Hoyr Búa greiða frá um tiltakið Jenny Petersen hevur verið stjóri á Tjóðpalli Føroya síðani 2005, tá tjóðpallurin varð settur á stovn. Hoyr Jenny greiða frá um nýggjar spennandi leikir, sum verða á skrá í 2018 Kata er eitt kór, sum er mannað av fimm sangarinnum Guðrið Hansdóttir, Eyð Berghamar, Unn Patursson, Arnfríð Lutzen og Gretu Svabo Bech. Tær skulu í kvøld hava konsert í Finsen, gomlu auluni í Kommunuskúlanum Annfinnur Garðalíð, formaður í Skipara og navigatørfelagnum, fegnast, nú nýggja fiskivinulóggávan kemur í gildi. Felagið gekk annars á odda at mótmæla lógini. Poul Michelsen,landsstýrismaður, var illur, tá hann skrivaði bræv til danska uttanríkisráðharran, eftir at danir ikki vildu góðtaka Útnorðuravtaluna, sum Føroyar, Grønland og Ísland gjørdu fyrr í ár og seinni ógildaði somu avtalu.Tað vísa skjøl, sum Kringvarpið hevur fingið innlit í. 30. november boðaði danska uttanríkisráðið Íslandi frá, at Útnorðuravtalan var ógildað, tí hon samsvarar ikki við føroysku heimildirnar. Viðurskiftini millum danir og føroyingar í málinum vóru eisini orsøk til, at Poul Michelsen, landsstýrismaður, ikki fór á ráðstevnuna um Arktis í Keypmannahavn 1. desember, hóast hann har skuldi vera ein av vertunum. Framtíðin hjá Fiskaaling var í dag tryggjað, tá Bakkafrost yvirtók vinnuliga virksemið hjá Fiskaaling. Tað merkir millum annað, at starvsfólkini sleppa at halda fram. Boðini vórðu send Fíggjarmálaráðnum í dag og álitisfólkum hjá felagnum. Verkbannið, sum kommunurnar hava sett í verk fyri pedagogar á kommunalum stovnum, stendur við. Nú jólini eru í hond hevur nevndin avgjørt, at verkfallið, sum byrjaði hin 12. desember, á stovnum undir landsstýrinum fyribils verður suspenderað frá 22. desember klokkan 23.00 at rokna til mikudagin 27. desember klokkan 07.00 at rokna. Sambært Jógvani Philbrow, so verður hetta stig tikið, tí tað er jól og tí millum annaðer um bústovnar tað vil siga heimið hjá fleiri og tey skulu sleppa at halda jól heima hjá sær sjálvum. Hann avvísir, at hetta stigið er tikið fyri at spara felagnum lønarútreiðslur. Nú tað stundar til jóla koma nógvir útisetar og tey, sum arbeiða uttanlands heim til síni kæru. Á flogvøllinum var gleðin stór í dag bæði millum tey, sum bíðaðu eftir flogfarinum og millum tey, sum komu heim. Allir útisetar, sum skuldu koma, komu tó ikki heim í dag, tí flogfarið hjá SAS lendi ikki vegna veður. Roynt verður aftur í morgin. Justinus Eidesgaard gjørdi saman við konuni Poulu og familjuni ein dreym til veruleika. At gera eini hús úr rekaviði. Tey hava brúkt omanfyri hálvtannaðhundrað rekar, sum hava havt ein langan og drúgvan túr til Føroya, tí teir flestu eru komnir úr einari á yviri í Sibiria. Lagt til rættis Tórður Mikkelsen og Jógvan Eli Dam. Justinus Eidesgaard gjørdi saman við konuni Poulu og familjuni ein dreym til veruleika. At gera eini hús úr rekaviði. Tey hava brúkt omanfyri hálvtannaðhundrað rekar, sum hava havt ein langan og drúgvan túr til Føroya, tí teir flestu eru komnir úr einari á yviri í Sibiria. Lagt til rættis Tórður Mikkelsen og Jógvan Eli Dam. Bjargingarfólk og sjálvboðin leita eftir løstaðum ella deyðum í raktu økunum, men leitiarbeiði verður nógv seinkað av stóru nøgdini av runny og gróti, ið er skriðið. Ein leiðari við ringum anda, ein vermóðir, sum rótar í skuffum og skápum, og ein omma og ein abbi, sum als ikki hava tíð at vera um tey smáu, tí tey eru upptikin á telefonum. Hesi eru evnini í dagsins spurningum. Pedagogfelagið vónar, at avgerðin at seta verkfallið, sum byrjarði 12. desember, úr gildið um jólini, vísir góðan vilja frá pedagogfelagnum og tí kann vera viðvirkandi til, at glið kemur á sáttmálasamráðingarnar við Fíggjarmálaráðið og Kommunalaarbeiðsgevarafelagið. Nú er tað soleiðis, at ein semingsroynd verður gjørd tann 28. Eg haldi, tað tænir ongum at oyðileggja jólini fyri øll, soleiðis at tey ikki kunnu sleppa at halda jól, sum tey eina ferð plaga, sigur Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum, og leggur afturat, at hetta ikki er at bakka fyri trýsti. Suspenderingin av verkfallinum merkir, at pedagogarnir, sum arbeiða innan almannaverkið, fóru aftur til arbeiðis í gjárkvøldið klokkan 11 og arbeiða øll jólini fram til 27. desember kokkan sjey, tá verkfallið aftur verður sett í verk. Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum avvísir, at stigið at suspendera verkfalgið er tikið fyri at spara felagnum lønarútreiðslur. Borgarstjóri, Sonni á Horni, heldur, at hetta er eitt av størstu framstigum í søguni hjá kommuni. Hoyr samrøðu við borgarstjóran omanfyri. Í Katalonia óttanst mann, at spanska miðstaðarstjórnin framhaldandi fer at hava landslutin undir umsiting, nú valið ikki gekk sum spanska stjórnin og Mariano Rajoy, forsætisráðharri, ynsktu. Loysingarflokkarnir við frákoyrda katalonska forsetanum, Carles Puigdemont á odda, fingu meirlutan í katalonska tinginum, Generalitat de Catalunya. Dómstólurin hevði fundir í 10.800 dagar, 4.650 vitni vórðu avhoyrd, og hálv triðja millión síður av tilfari vórðu lisnar í rættinum. Krígs brotsmanna dómstólurin varð stovnaður í 1993, og hann hevur dømt millum aðrar fyrrverandi leiðaran fyri bosnisku serbararnar, Radovan Karadzic, og fyrrverandi herleiðaran hjá bosnisku serbunum, Ratko Mladic, sekar í fólkadrápi og brotsverkum móti mannaættini. Krígs brotsmanna dómstólurin viðgjørdi eisini rættarmálið móti fyrrverandi jugoslaviska forsetanum, Slobodan Milosovic, men hann doyði í fongsulsklivanum, áðrenn dómur varð sagdur. Síðsta avgerðin í krígs brotsmanna dómstólinum varð tikin 29. november í ár, tá hann staðfesti dómin hjá fyrrverandi bosniska kroatiska generalinum, Slobodan Praljak, um 20 ára fongsul. Dómurin vakti størri ans enn væntað, tí beint eftir, at hann varð sagdur, drakk Praljak eitur í rættinum, og fáar tímar seinni var hann deyður. Sambært Miðlastuðulsnevndini, so fekk jn.fo tær 19.000 krónur í stuðuli, tí tað svaraði til lønarútreiðslurnar, sum heimasíðan hevði í 2016. Tað eru eisini onnur viðurskifti, sum Petur Jacobsen, nevndarformaður í R7 ætlar at fáa Miðlastuðulsnevndina at greiða frá, sigur hann. Borgarligir flokkar hava í mong ár brúkt Svøríki sum eitt vánaligt dømi um, hvussu tú ikki skal gera, tá ið ræður um at integrera flóttafólk og innflytarar. Integrasjónin riggar ikki, sum hon skal, sigur sosialdemokratiski fíggjarmálaráðharrin, Magdalena Andersson, í samrøðu við Dagens Nyheter. Tað ber ikki til at taka ímóti fleiri flóttafólkum, sum biðja um friðskjól, enn vit eru før fyri at integrera. Tað verður ikki gott fyri tey, sum koma higar, og heldur ikki fyri samfelagið, sigur Magdalena Andersson. Fíggjarmálaráðharrin fer so langt sum at heita á flóttafólk á evropeiska meginlandinum um at fara til onnur lond enn til Svøríkis. Hetta er ein avbjóðing hjá okkara samfelag. Tað eru størri møguleikar at fáa útbúgving og bústað í øðrum evropeiskum londum. Og málsviðgerðin har tekur eisini styttri tíð, sigur Magdalena Andersson. Vit skulu hava ein strangan útlendingapolitikk, og vit eiga skjótast til ber at skifta orð um, hvussu skipanin í framtíðini skal síggja út, sigur hon við Dagens Nyheter. Hesin yvirskipaði myndugleiki skal tryggja, at lív og heilsa hjá borgarum ikki kemur í vanda, tá verkfall er innan almenna og heilsuøkið. Pedagogfelagið setti í gjárkvøldið verkfallið úr gildi um jólini og sendi pedagogarnar á almennu stovnunum aftur til arbeiðis, og tað fegnast stjórin í Almannaverkinum um. Men Edvard Heen staðfestir eisini, at hóast hetta kemur væl við hjá nógvum borgarum, hann varðar av, so er nyttuvirðið av suspenderingni avmarkað hjá hansara stovnum. Bústaðir fara komandi ár at byggja tvær íbúðareindir á Toftum við í minsta lagi 16 íbúðum. Umframt leiguíbúðir, metir Bústaðir, at verkætlanin eisini kann innihalda lutaíbúðir. Tað sæst á heimasíðuni hjá Nes kommunu. Ætlanin er, at arbeiðið við vegagerð, útgrevstri og planering verður liðugt í mai 2018. Arbeiðið verður boðið út í februar í 2018, og byrjar beinanvegin. Ætlanin er, at íbúðirnar verða umleið 75 fermetrar til støddar, og møguliga onkur nakað minni. Bústaðir fer at kunnað nærri um íbúðarætlanina tíðliga í komandi ári, tá arbeiðið við fyrireiking og tekning av íbúðunum er liðugt, skrivar Nes kommuna á heimasíðuni. Tilbúgvingarstøðin verður niðan ímóti høvuðsvegnum á gomlu ferjuleguni í Leirvík og verður 600 fermetrar til støddar. Tað skrivar heimasíðan hjá Eysturkommunu. Býráðið samtykti á seinasta býráðsfundi at fara í holt við byggingina, og fríggjadagin skrivaði kommunan undir sáttmála við KBH, El Teknik og Zacharias Leitisstein, ið áttu lægstu tilboðini uppá ávikavist jørð , kloakk , betong , timbur , málara og gólváleggingararbeiði. Samlaði kostnaðurin av nýggju tilbúgvingarstøðini er góðar 11,5 milliónir krónur. Byrjað verður eftir ársskiftið, og eftir ætlan verður arbeiðið liðugt síðst í 2018. Nýggja tilbúgvingarstøðin gevur sløkkiliðinum munandi betri umstøður at arbeiða undir, og samlar alla tilbúgvingarútgerð á einum stað. Samstundis kann nýggi bygningurin brúkast sum miðstøð, tá tilbúgvingin verður sett í gongd og sløkkiliðið verður kallað út, skrivar Eysturkommuna á heimasíðuni. Tann, sum er í uppskoti, skal í farna ári á serligan hátt hava givið kropsliga ella sálarliga fyrstuhjálp. Ársins Fyrstihjálpari fær heiðursbræv frá Reyða Krossi Føroya og peningagávu frá Betri Trygging. Reyði Krossur varpar við hesum tiltaki ljós á týdningin av at duga fyrstuhjálp, og at eggja fólki at læra seg fyrstuhjálp, so fleiri lív kunnu bjargast. Týsdagin 27. februar verður so avdúkað, hvør verður Ársins Fyrstihjálpir, og tað tiltakið verður í hølunum hjá Reyða Krossi á Bryggjubakka í Havn. Nýggja Barnaheimið skal liggja miðskeiðis í Havnini, og fer at kosta umleið 60. millónir krónur. Sambært uppskotinum verður virksemið á Barnaheiminum víðkað, soleiðis at umframt núverandi pláss til børn og ung og tvær familjur, so verða eisini pláss til eftirvernd og fleiri pláss til familjuviðgerð. Tórshavnar kommuna hevur víst á nøkur grundøki, sum eru egnaði at byggja nýtt barnaheim á. Eftir ætlan verður bygt miðskeiðis í Tórshavn. Byggingin fevnir um sjálvan bygningin, atkomuna, uttanumøki og parkeringsøki. Bygt verður í tveimum hæddum. Samlað er talan um umleið 2000 fermetrar. Komandi árini verður peningur settur av á fíggjarlógini til byggingina av Barnaheiminum. Í ár eru 200túsund krónur settar av, komandi ár 6 milliónir krónur og 2019 verða 13 milliónir settar av. Eisini fer peningur at vera settur av í 2020,2021 og 2022. Havnar Arbeiðsmannafelag hátíðarhelt 16. januar í 2016 sín 100 ára stovningardag. Í tí sambandi er filmurin Stríðsmenn í Havn gjørdur. Hann lýsir stovnanina, livikorini í Havn og hørð stríð á arbeiðsmarknaðinum. Við í filminum eru Helgi Eidesgaard, Erland V. Joensen, Jógvan Arge, Jóanes Nielsen, Johan Norðfoss, Poul Mohr, Jørleif Kúrberg og onnur. Lagt til rættis Uni Arge og Hans Petur Eitt ferðsluóhapp var á Velbastaðhálsi klokkan hálvgum fimm í morgun, tá ein bilur fór út av vegnum, helst tí, at vegurin var hálur. Sáttmálin, sum Varðin Pelagic á Tvøroyri hevur gjørt við íslendsku fyritøkuna Skaginn 3X um maskinur til virkið á Tvøroyri, er tann størsti, sum fyritøkan á Akranesi nakrantíð hevur gjørt. Skaginn 3X seldi og setti eisini upp maskinurnar í Varðanum Pelagic í 2012. Tá var Varðin størsta og best útgjørda virki av sínum slagi í heiminum. Ingólfur Árnason, stjóri í Skaganum 3X, sigur, at sáttmálin við Varðan Pelagic er tann størsti hjá teimum og sær vitandi eisini tann størsti, sum ein íslendsk fyritøka, sum ger tøkni til fiskivinnuna, hevur gjørt. Tað eru tøl, sum eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum til dømis afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar, sigur Hagstovan. Grundlógin verður framvegis galdandi í Føroyum, hóast stjórnarskipanin verður samtykt. Og grundlógin verður oman fyri stjórnarskipanina. Danska Løgmálaráðið sigur harafturat, at stjórnarskipanin noyðist at víkja fyri øðrum lógum, so sum grundlógini, heimastýrislógini og yvirtøkulógini, um tað kemur til skarpskeringar. Lars Løkke Rasmussen endurtekur, at danska stjórnin sjálvandi fer at virða ein avgerð hjá føroyska fólkinum um, at Føroyar gerast sjálvstøðugur statur. Tað fara flokkarnir í fólkatinginum eisini at gera. Skattanevndin, sum kom við sínum tilmæli nú í desember, mælir til, at inntøkurnar frá alivinnuni og fiskivinnuni verða brúktar til at lækka inntøkuskattin og til at styrkja landskassan. Sambært russisku tíðindarásini, Russia Today, hendi hetta á Kutuzovsky Avenue, nærindis jarnbreytarstøðini, Savyanski Bulvar í vestur Moskva, og talan um vanlukku, ikki um yvirgang. Løgreglan arbeiðir við tveimum møguleikum, annar er, at brek hevur verið í bremsuskipanini í bussinum, og hin er, at bussurin kann hava snarað undan einum øðrum bili. Harafturat sigur meira enn helmingurin, at tær eru við fyri at koma í samband við lesandi, sum vilja skriva uppgávur ella koma í starvsvenjing. Næsta stigið í samráðingunum fer at snúgva seg um framtíðina. Og har kann Bretland fáa loyvi at vera við í innara marknaðinum og í tollsamgonguni til seinast í 2020, eftir at Bretland er farið úr ES tann 29. mars í 2019. Michel Barnier sigur, at 31. desember er ein hóskandi dagur, tí tá endar langtíðarfíggjarætlanin sum Bretland var við til at gera. Talan verður kortini ikki um nakað sjálvtøkuborð, tí allar reglur og lógir sum ES hevur samtykt, skulu framvegis virka, og verða nýggjar lógir samtyktar, so skulu bretar eisini fylgja teimum. Roknað verður við, at evroparáðharrarnir í teimum 27 ES londunum fara at samtykkja hvussu Bretland skal fara úr ES á toppfundi 29. januar, og á toppfundi í mars, er ætlanin at stjórnarleiðararnir í ES londunum skulu seta reglurnar fyri, hvussu samstarvið ímillum ES opg Bretland skal vera í framtíðini. Ikki minst tá talan er um fríhandilsavtaluna sum bretar vilja hava. Bretar skulu venja seg við tankan um brexit, og tí sleppur Bretland ikki at ávirka nakað í ES, hóast tað fara at ganga eini trý ár, til skilnaðurin verður veruleiki, sigur samráðingarleiðarin hjá ES, Michel Barnier. Eitt ferðsluóhapp var inni á Sundi um fýra tíðina í morgun, tá ein bilur fór út av vegnum. Orsøkin til óhappið var hálka. Bilurin fór illa, men eingin fólkaskaði var. Annars upplýsir løgreglan, at tað hevur verið friðarligt um jólini. Tó hava tvey ferðsluóhapp verið av hálku, uttan nakran mannskaða. Løgreglan biður fólk ansa sær í ferðsluni, tí tað er sera hált nógvastaðni um landið. Landsverk boðar frá, at hált er á Oyndarfjarðarvegnum, Høgareyni, Vatnsoyrum, Oyggjarvegnum við Norðadalsskarð og á Velbastaðshálsi. Arbeitt hevur verið við at fáa skipanina í lag í meir enn 10 ár, og nú er komið undir land, sigur Sofie Smedegaard Mathiesen, sum starvast hjá Dansk Fiskeriforening. Setur krøv til fiskivinnuna í framtíðini Tað eru nakrar treytir sum skulu lúkast fyri at fáa MSC góðkenning, men tað setur eisini krøv til fiskivinnuna í framtíðini, tí hon skal laga seg eftir treytunum. Fólk vilja hava at umhvørvið er í lagi Men er lítla merkið við lítla fiskinum fyrst komið á vøruna, so opnast fleiri møguleikar. Tí fólk spyrja vanliga efrtir fiskavørum sum eru góðkendar, og tey vilja hava at vita, um fiskurin er fiskaður sum hann skal, og um umhvørvið er í lagi. Og tá fólk seta krøv til fiskin sum tey keypa, so verða handlarnir sum selja fiskin noyddir at fylgja krøvunum, sigur umboðið hjá Dansk Fiskeriforening. Vanliga ger tjóðbankin kanning av donsku bankunum hálva hvørt ár, og nú er bankin eitt sindur meira avgjørdur í so máta, enn hann hevur verið. Kanningin vísir, at nakrir av stóru bankunum ikki eru nógv væl fyri til at standa ímóti, um okkurt óvæntað hendir, meðan aðrir so dánt fara at klára seg. Bankarnir eru ikki nóg sterkir til at klára sonevndu buffarakrøvini, um illa vil til, hóast teir halda lógligu krøvini sum eru sett teimum. Tjóðbankin hevur roknað út, at bankarnir mangla 1,8 milliardir krónur, um ein álvarslig búskaparkreppa rakar, og koma teir undir buffarakrøvini, so kunnu teir ikki rinda so nógv vinningsbýti sum teir eru vanir til. Og skuldi tað hent, at bankarnir ikki klára at halda buffarakrøvini, so verður torført, ella ómøguligt at læna pengar á vanligu fíggjarmarknaðunum. Tá talan er um smærru bankarnar er støðan uppaftur verri, sigur tjóðbankin, tí smáu bankarnir fara at hava tørv á 2,3 milliardum krónur fyri at klára sínar skyldur. Halda teir ikki buffarakrøvini, so kann tað almenna leggja uppí, men tað kann hava við sær, at eigararnir og teir sum hava lænt teimum pengar, kunnu missa pengarnar, um bakranir skulu aftur á rættkjøl, ella verða stongdir, sigur tjóðbankin í metingini. Eingin peningastovnur í Føroyum verður nevndur í kanningini hjá tjóðbankanum Fleiri amerikanskir forsetar hava seinastu nógvu árini boðað frá, at USA rindar ov nógv til ST, og Donald Tump, forseti hevur nú gjørt av at minka upphæddina við 1,8 milliardum krónum. Nikki Haley segði, at ST er alt ov dýrur stovnur at reka, og skal stovnurin halda fram í sama líki sum nú, og so mugu onnur limalond rinda meir. Samlaða fíggjarætlanin hjá ST er 5,4 milliardir dollarar, og USA rindar umleið ein fimtapart av pengunum. Pengarnir verða roknaðir út eftir, hvussu væl teu 193 limalondini eru fyri, og hvussu stór bruttotjóðarúrtøkan er. USA hevur eisini boðað frá, at landið fer at minka sína játtan til friðarvarðveitandi deildirnar hjá ST, og eisini til umhvørvisætlaninar, sum stovnurin arbeiðir við og til barnahjálpina, sum stovnurin stendur fyri. Teir gjørdu royndir við at taka lýs á ymsum dýpum við eini pumpu, umframt at teir tóku royndir beint undir vatnskorpuni við glúpi, sum er vanligasta mannagongdin. Royndirnar vístu, at pumpan var eitt væl egnað amboð til kanningar av lúsum djúpri í sjónum. Harumframt kann tað vera ein fyrimunur at taka royndir við pumpu um summarið, tá nógvur gróður er í sjónum, sum tippir glúpin. Royndir vórðu gjørdar við vatnskorpuna og niðri á ávikavist 10 og 20 metra dýpi. Hesar vístu, at lýs vóru á øllum dýpum. Tað skrivar Fiskaaling í tíðindaskrivi. Vanligt hevur verið, at lúsin er at finna í ovastu fáu metrunum í sjónum. Kanningarnar, sum teir báðir gjørdu í samstarvi við Fiskaaling vístu, at lúsin var væl djúpari í sjónum, enn higartil hildið. Tað gekst væl við uppgávuni og teir báðir fingu próvtralið 12. Vegleiðarar vóru Eilif Gaard frá Havstovani, og Øystein Patursson og Gunnvør á Norði frá Fiskaaling. Próvdómari var Kirstin Eliasen frá Fiskaaling. Prísurin á laksi hevur altíð sveiggjað, alt eftir hvussu stórt útboðið er, men føroysku alifyritøkurnar eru væl fyri at taka ímóti seviggjunum, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti. Birgir Kruse, formaður í Geytanevndini, greiðir frá tiltakinum, har tey vísa og fagna føroyskum stuttfilmi, og hvat verður av tí í ár. Tey, sum áður hava vunnið Geytan, eru Sakaris Stórá, Dávur Djurhuus, Heiðrikur á Heygum og so hevur Andrias Høgenni vunnið hann bæði í fjør og í fyrraárið. Áskoðaravirðislønina hava Annika á Lofti, Jónfinn Stenberg, Heiðrikur á Heygum, aftur Jónfinn Stenberg, hesaferð saman við Jóannesi Lamhauge og so Andrias Høgenni. Tey, sum manna filmsnevndina eru umboð fyri Norðurlandahúsi, Tórshavnar kommunu, Klippfisk og Kringvarp Føroya. Tey eru Sif Gunnarsdóttir, Eilen Antoniussen, Jan Berg Jørgensen og Johnny í Grótinum. 2017 innibar millum annað eina Michelin stjørnu til KOKS, eina nýggja matstovu í Vágsbotni og keypið av Smyrjibreyðsbúðini í Havn. Stjórin í Gist og Vist, Johannes Jensen, greiðir frá broytingunum í ár og ætlanunum í komandi ári. Fiskivinnuráðið hevur havt ein fund, hann var 21.desember, og hevur svarað Fiskimálaráðnum, og ráðið hevur fund aftur seinnapartin í dag, klokkan eitt. Rógvi Reinert sigur, at reiðarar vita, hvussu teir skulu bera seg at eftir nýggjár, tí teir hava fólk í Fiskivinnuráðnum, sum hevur fingið kunngerðirnar. Ein heiður, sum tað enn ikki er eydnast nøkrum norðurlendingi at vinna. Allan Simonsen var venjari hjá føroyska landsliðnum frá 1994 til 2001. Men tað var fyri avrikini á vøllinum í týska stórfelagnum Borrussia Munchen Gladbach, at Allan Simonsen skaraði fram úr og vann europeiska gullbóltin Ballon D or. Eitt skifti spældi hann í Barcelona, men mátti víkja fyri einum øðrum lítlum manni úr Argentina, kallaður Diego Maradona. Um tað mundi var einans loyvt at hava tveir útlendingar á liðnum í senn. Allan Simonsen stóð í einum pylsuvogni í Vejle, har yrkisleiðin bæði byrjaði og endaði, tá hann fyri júst 40 árum síðani fekk boðini um fína europeiska heiðurin. Tann fyrsta apríl í 2018 yvirtekur Bakkafrost 10 av 40 starvsfólkum hjá almenna Partafelagnum Føroya Fiskaaling. Haraftrat skal fyritøkan leiga lívfiskastøðina í Skopun. Kynbótaarbeiði er gransking, men tað verður Bakkafrost, sum skal standa fyri tí partinum av menninginini av lívfiskastammuni, sigur Johanna Lava Køtlum. Fiskaaling er eitt alment partafelag og ikki fevnt av lógini um alment inlit. Almenningurin fær ikki innlit í avtaluna, sigur Johanna Lava Køtlum Klokkan 10 fyrrapartin fara Pedgogfelagið og Fíggjarmálaráðið á fund við semingsmennirnar í einari roynd at loysa ósemjuna millum partarnir. Pedagogarnir lýstu verkfall 12 desember fyri allar leiðarar, varaleiðarar og dagrøktarleiðarar, sum starvast á stovnum undir kommununum, umframt allar eindarleiðarar, leiðarar og samskiparar, sum starvast á stovnum hjá landinum. Men 14 desember svaraði kommunalu arbeiðsgevararnir aftur, tá tey lýstu verkbann á kommunalum dagstovnum, sum síðani hava verið stongdir. 15 desember herdi Pedagogfelagið verkfallið, so tað eisini rakti limir hjá felagnum, sum arbeiða hjá Almannaverkinum og sjálvsognarstovnum hjá Almannaverkinum. Men nøkur undantøk vórðu kortini givin, so nakrir pedagogar eru til arbeiðis á stovnum hjá Almannaverkinum. Og nú klokkan 10 fer semingsstovnurin at gera enn eina roynd at vita, um arbeiðsgevararnir og Pedagogfelagið eru komin nærri einari semju. Fyrsta skipið, Magellan, kemur úr Amsterdam á Havnina longu 7. mars 2018 og fer víðari til Reykjavíkar. Næsta skipið kemur 7 apríl, triðja skipið 19. mai og síðani styttist millum skipini. Síðsta skipið at vitja í 2018 er Marco Polo, ið kemur 9. oktober og vitjar, sum skils,t bæði í Klaksvík og í Havn. Reiðaríið Tui Cruises sendir sítt allar fyrsta skip inn á Runavíkar Havn komandi summar, tá Mein Schiff 3 kemur á Runavíkina leygardagin 21. juli 2018. Reiðaríið hevur longu bílagt kajpláss til tvey onnur skip í 2019, sambært Runavíkar kommunu. Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at teir ikki hava nakað ítøkiligt grundarlag, men at teir fara at vita, hvussu støðan er, og um partarnir eru komnir nærri hvør øðrum. Føroya Pedagogfelag lýsti verkfall 12. desember fyri allar leiðarar, varaleiðarar og dagrøktarleiðarar, sum starvast á stovnum undir kommununum, umframt allar eindarleiðarar, leiðarar og samskiparar, sum starvast á stovnum hjá landinum. Men 14. desember svaraðu kommunnalu arbeiðsgevararnir aftur, tá tey lýstu verkbann á dagstovnunum, sum síðani hava verið stongdir. 15. desember herdi Pedagogfelagið verkfallið, so tað eisini rakti limir hjá felagnum, sum arbeiða hjá Almannaverkinum og sjálvsognarstovnum hjá Almannaverkinum. Men nøkur undantøk vórðu kortini givin, so nakrir pedagogar eru til arbeiðis á stovnum hjá Almannaverkinum. Og nú klokkan 10 fer semingsstovnurin at gera enn eina roynd at vita, um arbeiðsgevararnir og Pedagogfelagið eru komin nærri einari semju. Hesin sokallaði hvørmansrættur hevur verið eitt nógv umrøtt evni í 2017, tí hvør eigur rættin at ganga í føroyska haganum Og skal tað kosta Greinin um kostnaðargjald fyri at ganga í haganum í Mykines gjørdist nummar 10 á listanum yvir mest lisnu greinar á heimasíðu okkara í 2017. Fiskivinnunýskipanin hevur fylt serstakliga nógv av tíðindaflutninginum í 2017. Eisini gjørdist ein grein um evnið ein av teimum mest lisnu í ár. 20. apríl skrivaði Kringvarpið, at Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, ikki hevði í sinni at atkvøða fyri fiskivinnunýskipanini. Kristin segði, at hann ikki ætlaði at taka undir við nøkrum, ið kundi niðurlaga virksemi í Suðuroynni, men hann vildi ikki nágreina útsøgn sína. Nógv var frammanundan skrivað í miðlunum um sokallaðu orrustuna í KVF. Hetta gjørdist tá ein av mest lisnu greinunum á heimasíðu okkara. Mánakvøldið tann 9. oktober frættist, at Pauli Trónd Petersen, løgtingslimur og borgarstjóri í Vestmanna, hevði koyrt við ov høgari promillu. Síðsta vikuskifti í november var nógv illveður kring alt landið. Leygardagin tann 25. november gjørdi stórt óløgi skaða í Leirvík, tá óløgið kom upp um brimgarðin í Leirvík og rakti bygningin hjá El Teknikk á kajini í Leirvík. Dagarnar eftir varð nógv skrivað um syrgiligu vanlukkuna. Tann 7. august gjørdi Kringvarpið eina tíðarlinju av hendingini, og hendan gjørdist eisini ein av ársins mest lisnu greinum. Verkfall hevur eisini myndað árið 2017. Fyrst fóru sjúkrarøktarfrøðingarnar í verkfall, og seinast boðaði eisini Pedagogfelagið frá verkfalli fyri leiðarar, varaleiðarar og samskiparar. Kommunurnar svaraðu aftur við verkbanni, og hetta hevði við sær, at allir stovnar hjá kommununum stongdi. Pedagogfelagið valdi at herða verkfallið, soleiðis at pedagogar, ið starvast hjá almannaverkinum, eisini skuldu fara í verkfall. Fíggjarmálaráðið fór í Gerðarrættin, ið dømdi verkfallið at vera óheimilað. Verkfallið hevur ávirkað nærum allar føroyingar, nú stovnarnir hjá kommunum stongdu beint upp undir jól. Niðurstøðan hjá Gerðarrættinum bleiv eisini ein tann mest lisna greinin í 2017. 9. juni kom eldur í Varðan Pelagic á Tvøroyri. Eldurin var sera álvarsligur og ógvisligur, og løgreglan bað fólk um at halda seg inni. Tá vanlukkar henda, er tað mangan, at fólk fara á tíðindaheimasíður at leita sær kunning. Hetta var eisini støðan hendan lagnudagin, tá eldur kom í flakavirkið á Tvøroyri. Eitt mál, ið tykist hava skelkað føroyingar, er málið um kommunulæknan, ið varð ákærdur fyri at hava misnýtt kvinnur í starvi sínum. Tann 16. februar 2017 fall dómurin, og kommunulæknin varð dømdur sekur og varð dømdur eitt ár og seks mánaðar fongsulsrevsing fyri at hava kynsliga misnýtt fleiri kvinnur. Kommunulæknin noktaði seg sekan og kærdi dómin til Eystara landsrætt. Proceduran í málinum væntast at vera í februar 2018 í Keypmannahavn. Eitt keyp av eini vøru er ein avtala. Og avtalur er bindandi, eisini tá talan er um brúkarakeyp. Hetta merkir, at tú hevur ikki rætt til at fáa avtaluna at ganga aftur, tað vil siga lata vøruna inn aftur. Soleiðis er lógin, um ikki annað er avtalað. Ein kann tó altíð avtala seg til øðrvísi keypstreytir. Keypilógin sigur, at tú sum brúkari ikki kann avtala teg til verri treytir enn tær, sum keypilógin ásetir, men tú kanst sjálvsagt avtala teg til betri treytir. Soleiðis er í øllum londum. Ofta vilja handlar sjálvir bjóða tær betri treytir enn tær, sum keypilógin ásetir. Tá eru tað tær treytirnar, sum eru galdandi. Tað er ymiskt, hvørjar treytir handlar seta, men sum oftast lata handlar umbýtingarrætt í nakrar dagar við møguleika at fáa tilgóðarseðil, og summir handlar lata peningin aftur, um kvittanin er goymd. Hevur vøran eitt brek, eru aðrar reglur galdandi. Jógvan Svabo Samuelsen starvast á løgmansskrivstovuni, har tey vara av keypilóg og forbrúkaraavtalulóg. Hann greiðir frá reglunum. Dramaleikurin Veitlsan verður verður partur av CPH STAGE festivalinum 7. juni 2018. Leikurin verður framførdir á Betty Nansen teatrinum á Frederiksberg All í Keypmannahavn. Sjónleikararnir eru ein blanding av føroyingum og útlendingum, og Marita Dalsgaard, leikstjóri, er sera glað fyri møguleikan, at framføra leikin á CPH STAGE festivalinum. Upprunaliga er Veitslan ein danskur filmur frá 1998 við heitinum Festen. Føroyar hava í nógv roynt at fingið Ísland at slaka í kravinum um, at lodna, sum verður landað til matna, fyri stóran part verður landað í Íslandi. Línuskip sleppa aftur á Flemish Cap næsta ár, og tey eru við at rigga til at fara, tí talan er um felagsskvotu, so umráðandi er at vera sum skjótast á fiskileið eftir nýggjár. Kunngerðin um fiskiskapin á Flemish Cap í 2018 er millum teirra, sum hava verið til hoyringar, og verða lýstar í morgin ella leygardagin. Landsstýrið skuldi í dag fáa kunning um allar kunngerðirnar á fiskivinnuøkinum, sum skulu lýsast fyri nýggjár, men tann fundurin er fluttur til í morgin. Regin Eikholm skipar Guttormsvísu í Dansifelag Kaggans. Í Dansifelagnum í Havn kvøða tey Jøkilskvæði, Høgni Mohr skipar. Selamonsrímu skipar Jóna Müller í Tøkum Lætt. Eyðun Mohr Viderø skipar kvæðið, Risin í Hólmgørðum, í Stígum Fast. Eysturoyar Dansifelag kvøðir Kong Hans, Jóan Carl Danielsen skipar. Í Vága Dansifelag skipar Hervør Jørgensen Bjarnabana. At enda skipar Hans Tórgarð Stærke Tidrik í Dansifelagnum í Havn. Í nógv ár hava alarar arbeitt eftir meginregluni Ein alari, ein fjørður. Men við nýggi alilógini verður hetta broytt hóast nógvar atfinningar frá bæði alarum og heilsumyndugleikum. Í hoyringarsvari skrivar djóralæknin Andras Strøm, at tað økir um vandan fyri sjúkum og økt útlát av organiskum evnum og kann overva lokala umhvørvið um man loyvir aling á landi. Haraftrat at mælir hann harðliga frá, at man hevur landaling uttan so at raksturin verður samskipaður við verandi aling á viðkomandi fjørði. Men hetta rínir ikki við Poul Michelsen landsstýrismann í vinnumálum. Hann er sannførdur um, at meginreglan en alari ein fjørður má frávíkjast, tí sum er, eru tað alararnir, sum avgera, hvør sleppur at ala á landi og tað eiga myndugleikarnir at gera, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður, sum hevur lagt eina nýggja alilóg fyri tingið. Antines Joensen skipar Jomsvíkingar í dansi í Skúgvoy. Í Dansifelag Kaggans skipar Marjun Berg Silvurlín. Klaksvíkar Dansifelag kvøðir Skjønne Anna, Jógvan Pætur Gilstein skipar. Eyðun Mohr Viderø skipar Kong Sverke í Leikum Fagurt. At enda kvøða sumbingar Rottujól, Albert Djurhuus skipar. Hetta var eisini eitt mál, sum føroyingar fylgdu gjølla, og innslagið dagin fyri triðju viðgerð gjørdist eitt tað mest sædda innslagið í 2017. Men tann 28. mars lat demenstilhald upp, og Krista og maðurin fegnaðust. Dagur og Vika vitjaði Kristu, og innslagið gjørdist eitt tað mest umtókta í 2017. 7. januar um middagsleitið fekk Vørn boð frá manningini á Vesturlandi, at eldur var har frammi í skipinum, og manningin slapp ikki framat at sløkkja eldin. Hóast skipið bleiv vrak orsakað av stóra eldinum, so var eingin mannskaði. Kringvarpið fekk filmsbrot frá Vørn og Brimli. Filmsbrotið gjørdist eisini ein av mest sæddu filmsbrotinum á heimasíðu okkara. Eigararnir høvdu bara havt hundahvølpin Svan í tveir dagar, tá hann varð tikin úr túninum í Sandavági og dripin og síðani lagdur í kjallarin hjá teimum í einum skrelliposa. Nógvar ljósmøður vóru sjúkrameldaðar vegna strongd, og hetta merkti Landssjúkrahúsið í summar. Tann 4. juli var talið av sjúkrameldaðum ljósmøðrum 16. Tað merkti eitt nú, at Sanna Hansen, ið ikki varð sjúkrameldað, arbeiddi saman við avloysarum, sum ikki kendu arbeiðsgongdirnar á deildini. Dagur og Vika varpaði ljós á støðuna og tosaði við Sannu Hansen um standin á Landssjúkrahúsinum, sum hon helt vera sera ørkymlandi. Eisini ítróttarfilmsbrot vóru væl umtókt í ár. Serliga hetta filmsbrotið, ið tekur samanum dystin millum TB FC Suðuroy Royn og B36. Tann 7. december herjaði illveður kring alt landið. Fleiri stovnar, skúlar og arbeiðspláss vóru stongd, og í Norðragøtu bað løgreglan fólk um at halda seg innandura. Stríðið á føðideildini fylti nógv í tíðindaflutninginum í summar. Men tað fylti eisini nógv hjá starvsfólkum, jarðarmøðrum og ikki minst barnakonum og familjum. Mitt í januar mánað hvarv íslendska Birna Brjánsdóttir. Tveir grønlendskir menn, ið arbeiddu umborð á Polar Nanoq, vóru undir illgruna fyri at hava okkurt við málið at gera. Teir vóru handtiknir og skuldsettir. Annar varð seinni leyslatin, meðan hin varð funnin sekur og dømdur 19 ára fongsul fyri manndráp. Umborð á Polar Nanoq starvaðust eisini nógvir føroyingar. Millum annað Niels Jacob Heinesen, sum eftir lagnutúrin fann sær nýtt starv. Býráðslimirnir fyri Javnaðarflokkin, Bjarni Hammer, Bogi Johannesen og Súsanna Bertholdsen, eru farin í valbólk við Kristinu Roest. Tað kann vera bíligari at koyra í hýruvogni heldur enn í egnum bili. Tað veldst um, hvussu nógv tú koyrir. Tað eru eisini aðrir faktorar enn krónur og oyru, sum kunnu takast við í roknistykkið. Finn Jensen, dekanur á Glasi, roknaði uppá tølini í Góðan Morgun Føroyar. Onki spurdist burturúr semingsroyndini í gjár millum Pedagogfelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið. Tí boðar Pedagogfelagið frá í tíðindaskrivi. Verkfallið hjá Pedagogfelagnum og verkbannið móti felagnum halda sostatt fram, eftir at Semingsstovnurin um tíggju tíðina í gjárkvøldið gavst við royndini at fáa Pedagogfelagið og Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum og Kommunala arbeiðsgevarafelagið at semjast. Semingsroyndin, sum var tann fyrsta síðani 8.desember, byrjaði klokkan tíggju fyrrapartin í gjár. 8.desember vrakaðu allir partar semingsuppskotinum hjá Semingsstovninum. Einki semingsuppskot varð lagt fyri partarnar í gjárkvøldið. Fyrstu limirnir í Pedagogfelagnum fóru í verkfall 12. desember. 15.desember herdi Pedagogfelagið verkfallið, so tað eisini rakti limir hjá felagnum, sum arbeiða hjá Almannaverkinum og sjálvsognarstovnum hjá Almannaverkinum. Ætlar tú at skipa fyri nýggjársbáli, skal tú venda tær til kommununa og biðja um loyvi. Umhvørvisstovan minnir á, at ikki er loyvt at brenna stór bál uttan at kommunan hevur givið loyvi. Bál, sum eru størri enn 1,2 metrar í tvørmát, eru at rokna sum stór bál. Tað er heldur ikki alt, sum kann tveitast í bálið. Einans brenni, sum ikki dálkar, kann brúkast, til dømis óviðgjørdur viður og pappír og greinar. Tað er ikki loyvt at brenna burturkast. Leivdir frá bálum skulu takast upp beinanvegin og latast til kommunalu móttøkustøðina fyri burturkast. Um bál elva til ampa, hevur kommunustýrið ábyrgdina av, at bálið verður sløkt og at leivdirnar verða koyrdar á kommunalu móttøkustøðina fyri burturkast, skrivar umhvørvisstovan, sum á heimasíðu síni hevur vegleiðing um at brenna bál. Verkfallið hjá Pedagogfelagnum og verkbannið móti felagnum halda fram, eftir at Semingsstovnurin um tíggju tíðina í gjárkvøldið gavst við royndini at fáa Pedagogfelagið og Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum og Kommunala arbeiðsgevarafelagið at semjast. 15.desember herdi Pedagogfelagið verkfallið, so tað eisini rakti limir hjá felagnum, sum arbeiða hjá Almannaverkinum og sjálvsognarstovnum hjá Almannaverkinum. Hon skrivar í løtuni phd. ritgerð um millum annað, hvønn týdning svøvnur og svøvntrot hjá manningini hevur á trygdina á fiskiskipum. Amerikanska stjórnin upplýsur, at ST fíggjarætlanin er skerd við 285 miljónum dollarum, og tað er ein sigur fyri USA, skrivar Ritzau. Amerikanski ST sendiharrin, Nikki Haley, sigur, at øll vita, at ST er kent fyri vantandi úrslit og ovurnýtslu. Hon leggur afturat, at hon fer ikki framhaldandi at lata vælviljan hjá amerikanska fólkinum verða misbrúktan, skrivar Ritzau. Seinastu tíðin hava ST leiðarar og ST felagsskapir funnist hvassliga at forsetanum fyri avgerðina um at flyta amerikonsku sendistovuna í Ísrael úr Tel Aviv til Jerusalem. ST hevur stórar menningarmøguleikar, men tað livir bara ikki upp til menningarmøguleikarnar, segði Donald Trump í desember 2016, áðrenn hann tók við sum forseti, skrivar Ritzau. Hetta er fyrstu ferð í meira enn 70 ár í Liberia, at ein fólkavald stjórn tekur við eftir eina aðra fólkavalda stjórn, siga ritzau og Reuters tíðindastovurnar. Frá 1989 til 2003 vórðu nærum 250.000 fólk dripin í borgarakríggi í Liberia, sum seinni eisini varð rakt av herviligu ebola sjúkuni. Tað sigur Jógvan Philbrow, formaður í Føroya Pedagogfelag, eftir at ongin semja fekst í lag millum Pedagogfelagið øðrumegin og Fíggjarmálaráðið og Kommununala Arbeiðsgevarafelagið hinumegin. Vit høvdu vónað, at man vildi arbeiða við nøkrum uppskotum, og tað sær ikki út sum, at tað var nakar vilji til tað, sigur Jógvan Philbrow. Pedagogfelagið ætlar at seta nýggj tiltøk í verk, men hvørji tey verða, og nær tey verða sett í verk, vil Jógvan Phlbrow, formaður í Pedagogfelagnum ikki siga. Kristina Roest, ið er vald á Kommunlistanum, er farin í samstarv við Javnaðarflokkin, sum situr í andstøðu. Tískil hevur andstøðan nú meirilutan í Tvøroyar Býráð. Men tað verður ikki á skránni til býráðsfundin, sum byrjaði klokkan 12 í dag. Tað vátta bæði Kristin Michelsen, borgarstjóri, og Henrik Weihe Joensen, kommunustjóri. Sambært Kristini Michelsen er talan um ein eyka býráðsfund, sum vanliga er millum jól og nýggjár, og har er siðvenja, at bara smærri mál eru á skránni. Tí verða nevndirnar ikki valdar á fundinum í dag. 21. desember sendi andstøðan skriv til Anitu Vibergsdóttir, virkandi borgarstjóra, um at tey vildu hava nevndinar valdar av nýggjum á býráðsfundinum 29. desember. Andstøðan fær at vita, at Kristin Michelsen tekur við aftur sum borgarstjóri 27. desember 2017, og at Kristin Michelsen tí er borgarstjóri á býráðsfundinum 29. desember. Kristin Michelsen vil bíða við málinum til eftir nýggjár, tí fundurin í dag er ein eyka býráðsfundur, og siðvenja er, at bara smærri mál verða viðgjørd. Í gjár svaraði andstøðan, at tey ikki hildu hetta var í lagi, og at tey ikki góðtóku hetta, tí tey eru ein meiriluti, sum vil hava málið á skrá. Súsanna Bertholdsen, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, segði við útvarpið, at Javnarflokkurin ætlar at fara eftir øllum nevndunum uttan fíggjarnevndini. Vit hava sitið í andstøðu í heilt ár, og tað hevði verið øgiliga løgið, um vit ikki tóku av tilboðnum at sleppa í eina samgongu við Kristinu Roest, segði Súsanna við útvarpið í gjár. Hilmar Høgenni, stjóri á Kommunala eftirlitinum, sigur, at tey í gjár vendu sær til Tvøroyar Kommunu og spurdu, hvør vanlig mannagongd er, tá býráðslimir senda mál til býráðsfund. Kommunulógin ásetir ikki freistir fyri, nær mál skulu sendast inn fyri at koma á skrá. Kommunurnar hava sjálvar eina fundarskipan at ganga eftir. Fyri eyka býráðsfundir stendur í fundarskránni hjá Tvøroyar Býráð, at samstundis, sum boðað verður til eykabýráðsfundir, letur borgarstjórin í so stóran mun sum gjørligt býráðslimirnar vita, hvørji mál skulu viðgerast á fundinum. Tað var í summar, at Kristina Roest sleit býráðssamgonguna á Tvøroyri. Hon er vald á Kommunulistanum, sum er listin, sum Kristin Michelsen stovnaði, beint undan kommunuvalinum í fjør, eftir at hann og Javnaðarflokkurin vórðu vorðin ósamd. Men í gjár kom almenn fráboðan um, at Kristina Roest og Javnaðarflokkurin á Tvøroyri hava gjørt valbólk, og tískil nú hava meirlutan í Tvøroyar Býráð. Vørn boðar frá, at skip, sum søkja um fiskiloyvi í 2018, skulu senda váttan um ognarviðurskifti sambært lógini um fyrisiting av sjófeingi. Útgangsstøðið hjá okkum sum peningastovni er, at vit fyrihalda okkum rættiliga kritiskt mótvegis peningi, ið stavar frá Bitcoin handli, sigur Sverri Justinussen, leiðari í Betri Markets. Orsøkin er, at gjaldoyruni eru torfør at spora og tað kann stríða við herdu reglurnar um hvíttvasking. Tað merkir, at kundin skal upplýsa og skjalprógva, hvaðani pengarnir stava. Er tað soleiðis, at vit í seiasta enda eru eitt sindur í iva, so kann kundin rokna við at blíva avvístur, sigur leiðarin á Betri Markets. Eisini Banknordik, Norðoya Sparikassi og Suðuroyar Sparikassi siga, at teir vilja hava skjalprógv, um teir síggja, at pengar koma á kontuna uttan avsendara. Dómarin segði í grundgeving fyri dómin, at grundaður ivi var í málinum. Frágreiðingin hjá gentuni var ósikkur, og hin mintist ikki smálutir í málinum. Vitni greiddu eisini frá, at tey høvdu spurt gentuna um ágangin, men hon hevði noktað fyri, at hann hevði gjørt henni nakað, sigur Jógvan Páll Lassen, verji hjá manninum. Gentan sjálv sigur, at hetta hendi í 2014, áðrenn hon hevði fingið dirvi til at melda mannin. Hon meldaði hann fyri hálvum ðrum ári síðani. Taks hevur ikki tikið støðu til spurningin, og tí ikki tikið støðu til, hvørt vinningur av sonevndum krypto gjaldoyrum skal skattast ella ei, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri í Taks. Stjórin í Taks er ikki hin einasti, ið er í villareiðri, hvussu skattalógin fyriheldur seg til nýggja fyribrigdið við talgildum gjaldoyrum. Donsku starvsfelagarnir í Skat hava latið vinning frá krypto gjaldoyrum fáa frið, eftir at danska Skattaráðið í mars í 2014 staðfesti, at Bitcoins ikki skulu skattast. Um tú staðfestir ein vinning frá tínum bitcoins, er hann skattafríur. Eins og um tú selir ein málning, og vinnur pening, so er tað skattafrítt, segði Hanne Søgaard Hansen, forkvinna í danska Skattaráðnum tá við ritzau. Men økta keypið og sølan bitcoins og ikki minst fleirfaldaða virðisøkingin á gjaldoyranum hevur elvt til, at Skattaráðið fyrr í mánaðinum valdi at viðgera spurningin av nýggjum. Áhaldandi og treisk stóð hon á odda, tá ið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar fóru í verkfall og at enda vunnu ein søguligan sigur. Málið var at rætta skeivleikan, tí sjúkrarøktarfrøðingar fingu lægri løn enn útbúgvingar á sama stigi. Á ársins fyrsta degi í 2018 tosar Ingi Rasmussen við Óluvu í Gong um árið, ið fór, tá ið hon veruliga kom í andglettin sum forkvinnan í felagnum, sum setti dagsskránna í lønarsamráðingunum og breyt tann karmin, ið var settur frammanundan. Tað eru Koba og Vatnhamar og Pipar og Salt, ið kappast, nú vit halda nýggjár á Quiztinum. Og vit vit spyrja Finnur Koba, Trónd Vatnhamar, Jákup Veyhe og Sjúrð Skaale um bæði stórar og stuttligar hendingar, ið eru farnar fram í 2017. Tú kanst hoyra kappingina her Niklas Simonsen, Skjern Ári Dam, H71 Hans Eli Sigurbjørnsson, KÍF Rókur Akralíð, Kyndil Hilmar Leon Jakobsen, H71 Sigmundur Nolsøe, H71 Kjartan Johansen, Fyllingen Jónas Djurhuus, HØJ Peter Krogh, Skive Helgi Hoydal, Odder Nicklas Selvig, TMS Ringsted Fríði Weyhe, FFI Sjúrður Olsen, VÍF Sámal á Tjaldrafløtti, Team Klaksvík Tróndur Kragesteen, Neistin Høgni Klein Olsen, Kyndil Mótstøðuliðini eru Italia, Rumenia og Ukraina. Dystirnir verða spældir 11., 12. og 13. januar. Landsliðið fer á venjingarlegu í Danmark, áðrenn túrin til Italia. Býráðsfundur var í gjár, og tá vóru boðini til nýggja meirilutan at siðvenja á júst hesum fundinum er, at tað bara eru eykajáttananir og skipan av fundardøgum næsta ár fyri. Nýggi meirilutin á Tvøroyri við Bjarna Hammer, Boga Johannesen og Súsonnu Bertholdsen úr Javnaðarflokkinum saman við Kristinu Roest vil tí, at nevndirnar verða skipaðar av nýggjum á næsta fundi. Tað er 8. januar, og hetta hevur borgarstjórin, Kristin Michelsen, sum nú er í minniluta í sínum egna býráð, ikki avvíst. Uttan mun til, hvussu hesar nevndir verða valdar og skipaðar, fer borgarstjórin tó framhaldandi at eita Kristin Michelsen og varaborgarstjórin Anita Viðbergsdóttir. Tey eru vald fyri alla setuna. Og borgarstjórin er eisini føddur formaður í fíggjarnevndini, so tann postin fær nýggi meirilutin heldur ikki. Tó so kunnu tey fáa meirilutan í hesi nevnd uttan at hava formannin. Russland gjørdist ein virkin aktørur í krígnum í Sýria í 2015. Kríggj hevur tó verið í Sýria seinastu seks árini. Fleiri hundrað túsund fólk eru dripin, og fleiri milliónir fólk eru flýdd, sambært ST. Konstruktivt samskifti millum USA og Russland er neyðugt, um tey í felag skulu loysa altjóða ósemjur, leggur Putin dent á í heilsanini til amerikanska presidentin, Donald Trump. Endamálið er at økja um tilvitið hjá øllum, sum eru um smæstu børnini. Øll børn eru fødd við evnunum at læra mál, men fortreytin er, at hesi evni verða aktiverað og ment. Og tað verða tey bert, um vit vaksnu eru tilvitað um okkara týðandi leiklut í málmenningini hjá børnunum, og at vit áhaldandi seta orð á lutir og gerðir, og tað, sum annars fyriferst í gerandisdegnum. Regluliga hava vit seinastu árini hoyrt bæði námsfrøðingar og lærarar rópa varskó, tí orðfeingið hjá børnunum er skjótt og støðugt minkandi. Vanlig orð hvørva, málfatanin minkar og enskt trokar føroyskt burtur. Seinastu árini er dagliga samveran, og samrøðan, millum okkum menniskju nógv broytt. Serliga tí skermar eru vorðnir ein natúrligur partur av gerandisdegnum hjá bæði børnum og vaksnum. Tað hevur sínar fyrimunir, men tað hevur eisini sínar fylgjur. At varpa ljós á málmenningina hjá børnunum er ein roynd gera nakað við hesar fylgjurnar og økja um tilvitið, heldur enn bara at lata standa til. Hartil eru støðugt fleiri fleirmælt børn í Føroyum, sum hava trupulleikar við føroyskum. Eisini fyri tey er tað ein greiður fyrimunur, at vit varpa ljós á málmenningina og tær málsligu og mentanarligu avbjóðingar, sum fleirmælt børn kunnu hava. Men málmenning snýr seg ikki bara um talað mál. Eisini eru mong børn, ið nýta aðrar samskiftishættir, so sum teknmál, myndir ella teldu. Árið er ætlað sum ein útrætt hond og ein stuðul til øll, sum eru um børnini, og árið skal eisini heysta fleiri ítøkilig amboð til at menna børnini málsliga við spæli, søgum, sangi og stuttleika. Tí verður slagorðið fyri árið Spæla, mæla, tala . Hetta er ein lýsing av stigunum, sum eru í málmenningini hjá børnum, har spæl er grundarlagið, síðani koma ljóð og einstøk orð, áðrenn tey fara at tosa og tala. Mentamálaráðið hevur longu sett tiltøk í verk millum annað hava fleiri ymiskar verkætlanir, sum stimbra málmenningina hjá børnum, fingið játtan av upphæddini til børn og ung. Hesar verkætlanir verða ætlandi lidnar í 2018 og 2019 og í 2018 verða pengarnir til børn og ung somuleiðis aftur latnir verkætlanum, sum snúgva seg um málmenning. Landsstýriskvinnan í Mentamálum hevur somuleiðis kunngjørt, at Barnasangbók Føroya skal latast øllum nýføðingum í vøggugávu, so tey smæstu kunnu fáa móðurmálið sungið inn við móðurmjólkini. Arbeiðið við at gera sangbókina byrjar longu í januar. Tað verður Mentamálaráðið, sum fer at samskipa árið fyri málmenning hjá børnum, men eisini Heilsu og Innlendismálaráðið, Almannamálaráðið og Uttanríkis og Vinnumálaráðið hava undirstovnar, sum beinleiðis nerta við økið. Tey fara tí eisini at hava ein aktivan leiklut. Bilurin stóð parkeraður uttanfyri eina løgreglustøð á Sallerupsv gen í suðursvenska býnum Malmø, tá hann varð sprongdur í luftina klokkan 19.30 í gjárkvøldið. Ein 22 ára gamal maður er handtikin og ákærdur fyri hendingina. Ein annar 26 ára gamal maður varð eisini handtikin, men hann er leyslatin aftur. Tað skrivar DR. Talan er um arktiskan kulda, ið ger vart við seg við seg í statunum, sum liggja norðaliga og mitt í landinum. Í New Hampshire settu tey kuldamet, tá tey máldu 36,6 kuldastig. Og í dag boða myndugleikarnir í North Dakota frá, at tey rokna við 34,4 kuldastigum har. Aðrastaðni er tað eisini kalt, tó ikki eins kalt. Í New York rokna tey við 12 kuldastigum í annaðkvøld, tá tað verður nýggjársaftan. TAKS í 2017 komið fram á 161 milliónir krónur, sum ikki vóru rætt uppgivnar til skattingar, og tað gav landskassanum góðar 68 milliónir krónur afturat í ár. TAKS kemur oftari og oftari fram á stór mál, ið krevja rættingar fyri fleiri milliónir, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri í TAKS. Neyðugt er tí at styrkja eftirlitið, so tryggjast kann, at landskassin fær røttu inntøkurnar. Í miðal arbeiða eini 15 ársverk hjá TAKS við eftirliti burturav, og tað er ikki møguligt at raðfesta hetta øki hægri við verandi játtan, sigur Eyðun Mørkøre. Játtanin til TAKS er skorin við 1,1 milliónir krónur á fíggjarlógini fyri 2017, og tað bøtir ikki um støðuna, vísur Eyðun Mørkøre á. Rættingar fyri 161 milliónir krónur ljóðar av nógvum og er nakað oman fyri miðal. Í 2016 var talið 145 milliónir krónur. Vit síggja tó eisini, at vinnulívið í Føroyum er blivið meira samansett og kompliserað. Vit koma nú oftari fram á stór mál, sum krevja rættingar fyri fleiri milliónir. Hetta vísir, hvussu umráðandi tað er, at TAKS hevur eitt nøktandi eftirlit, sum fylgir við tíðini. Hesi hagtøl vísa eisini, at grundarlag er fyri at styrkja eftirlitið hjá TAKS fyri at tryggja landskassanum røttu inntøkurnar, sigur Eyðun Mørkøre. Alt er so vandamikið í dag, og børn sleppa einki, í mun til hvat tey sluppu fyrr. Soleiðis ljóðaði ein av spurningunum í sendingini hesaferð, og tey í panelinum vóru samd við hesum lurtara, at nógv er broytt hjá børnum í dag, men kanska ikki bert til tað verra. Í panelinum eru Ása Andreasen, Sveinur Tróndarson og Theresa Turidardóttir Kreutzmann 3689 harur eru skotnar higartil í ár, sambært heimasíðuni haran.fo. Tær 3714 harurnar eru skotnar á tilsamans 383 túrum kring Føroyar. Í ávikavist 2013 og 2014 vóru 8000 og 9000 harur skotnar síðani 4000 harur í 2015 og í fjør bert 2900 harur, so í ár eru fleiri harur skotnar enn í fjør. Í gjár sendi Pedagogfelagið út skriv, eina eftirlýsing, sum tey kallaðu tað, og spurdu, hvar Annika Olsen, forkvinnan í Kommunala arbeiðsgevarafelagnum, og landsstýriskvinnan í Fíggjarmálum eru í hesum málinum. Tær báðar hava ikki latið við seg koma seinastu dagarnar. Báðir politisku leiðararnir fyri samráðingarnar vilja ikki úttala seg til miðlarnir um, hví semja ikki kann fáast við Føroya Pedagogfelag. Um endamálið við hesum skrivi var at fáa eina reaktión, eitt svar, frá forkvinnuni í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum og landsstýriskvinnuni í Fíggjarmálum, miseydnaðist hetta, tí hvørki Annika Olsen ella Kristina Háfoss hava gjørt vart við seg síðani. Kringvarpið hevur í gjár og í dag roynt at fingið fatur á teimum báðum. Hvørgin tekur telefonina, hvørki í gjár ella í dag men í gjár svaraðu báðar við sms boðum og vildu ikki gera samrøðu. Á middegi verður ættin norðan við 4 metur um sekundi, klokkan 18.00 verður ættin landnyrðingur við 3 metur um sekundi, og so veksurin vindurin út á kvøldið upp í 8 metur um sekundi av landnyrðingi. Eitt sindur av avfalli verður norðanfyri í landinum, tað verður antin vátaslættingur ella kavaæl. Tað er ringt at siga, um nakað æl verður júst á midnátt, men sunnanfyri í landinum verður turt, sigur Petur Hans Dahl. Kristján ór Júlíusson, íslendski fiskimálaráðharrin, sigur, at tá føroyingar ikki vilja loyva íslendskum skipum at fiska í føroyskum sjógvi, sleppa føroysk skip heldur ikki í íslendskan sjógv. Tað er náttúrligt, sigur hann við íslendska kringvarpið. Eingin fiskiskapur er loyvdur, meðan samráðingar eru millum londini. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, segði við Útvarpið fyrr í vikuni, at hann vil einki upplýsa um samráðingarnar, tí tær eru í trúnaði. Hann sigur við RUV, at eingin sáttmáli er komin, tí føroyingar vilja hava meira botnfisk í íslendskum sjógvi, kvotan er nú 5.600 tons, og teir vilja hava minni avmarking á lodnuni, sum fer til matna. Tað kemur illa við hjá íslendskum skipum ikki at sleppa í føroyskan sjógv eftir uppsjóvarfiski, tí tey høvdu góðan svartkjaftafiskiskap her beint fyri jól. Hóast nøgdin er so lítil og fyrr hevði verið avgreidd við einum sektaruppskoti, noyðist fútin í rættin við henni seinni, tí tað krevur lógin um rúsevni, eftir at hon er broytt. Skattanevndin heldur, at alivinnan eigur at rinda ein part av roknaðu tilfeingisrentuni í landskassan, í staðin fyri galdandi skipan, sum revsar alararnar, tá laksaprísurin fellur. Sambært politiviðtøkuni fyri landkommunurnar í Føroyum, áttu matstovur og aðrir handlar, sum selja mat og drekka at njóta á staðnum, at hava stongt millum klokkan ellivu á kvøldi til fimm um morgunin. Tað stendur tó framvegis í kunngerðini, at politiið kann við undirtøku frá viðkomandi býráði ella bygdaráði loyva longri upplatingartíð enn kunngerðin sigur. Eisini skal almannakunngerast, hvørjar endaligar avgerðir Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur tikið um kryvjing og tá talan er um at seta minni fisk út. Tá talan er um at ala krækling ella tara, skulu avgerðir sum Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur tikið, í samandrátti verða at síggja á heimasíðuni hjá stovninum. Frá mikumorgninum verður verkfallið hert, soleiðis at verkfallið eisini fer at umfata allar limir hjá felagnum, sum arbeiða í fólkaskúlanum, sernámi og forskúlum hjá kommununum. Sambært felagnum er manglandi virðing orsøk til herðingina. Felagið heldur ikki, at Fíggjarmálaráðið og Kommunalaarbeiðsgevarafelag hava tikið sáttmálakrøvini hjá Føroya Pedagogfelagi í álvara higartil. Síðani lýstu arbeiðsgevararnir verkbann, tá stongdu allir dagstovnar, og seinni er verðfallið víðkað til eisini at umfarta bústovnar undir Almannaverkinum, men við teimum undantøkum, sum Almananverkið hevur biðið um, og Pedagogfelagið hevur viljað givið. Vit hava havt nógvar uppringingar, men fyri tað mesta hevur talan bara verið um smáting, verður sagt av løgreglustøðini í Havn í morgun. Uppringingarnar snúðu seg fyri tað mesta um fólk, ið høvdu drukkið ov nógv, og onkur var dottin í hálku. So samanumtikið hevur hetta verið eitt friðarligt nýggjár, sigur løgreglan í morgun. Tað er upphæddin, sum ein maður skal gjalda í bót, eftir at hann í nátt tendraði eitt neyðbluss, meðan hann var staddur millum nógv fólk. Eitt yvirlit, sum heimasíðan hjá Danmarks Radio hevur gjørt, vísir, at vanligu frídagarnir í 2018 liggja væl fyri. Skilt á tann hátt, at teir ymisku, føstu frídagarnir liggja soleiðis fyri, at løntakarar fáa frí frá arbeiði. Páskirnar eru sum altíð frá hósdegi til mánadag. Dýri Biðidagur er sum vanligt ein fríggjadag, og síðani er Kristi Himmalsferðardagur ein hósdag, sum hann altíð er. Kjarnorkuknøtturin er altíð á borði mínum. Tað er ikki ein roynd at kroysta nakran, men soleiðis er veruleikin, segði Kim Jong un í nýggjársrøðuni sambært tíðindastovuni Reuters. Seinastu tveir mánaðirnar er stríðið millum Norðurkorea og Amerika blivið ógvusligari, og tí var henda viðmerkingin partur av røðuni hjá leiðaranum í Norðurkorea. Amerika og forsetin, Donald Trump, eiga at taka Norðurkorea fyri fult, sigur Kim Jong un Amerika skal vita, at vit nú eru eitt kjarnorkuveldi. Okkara kjarnorkuvápn kunnu røkka alt Amerika. Amerika kann ikki byrja eitt kríggj móti mær ella mínum fólki, segði Kim Jong un. Vit mugu hópframleiða spreingiløðingar og ballistiskar rakettir, og vit mugu seta ferð á framleiðsluna, segði leiðarin í nýggjársrøðuni. Tað eru nógv fólk, sum eru gliðin í hálkuni, og tí hava vit havt fleiri brot í fótliðum, albogum og akslum, sigur Heini Harryson, lækni. Sambært honum hava tey ikki sæð stórvegis til skaðar, ið kunnu standast av fýrverki. Tó so, so var ein persónur óheppin og fekk eina rakett í høvdi. Støðan var á ongan hátt lívshættislig, og viðkomandi hevði eina brotna tonn og sár á varrunum, sum síðani bleiv seymað. Hassan Rouhani viðgekk eftir ein stjórnarfund, at trupulleikar vóru, sum eiga at verða loystir, men harðskapur fór ikki at verða toldur, segði hann. Mótmælisgongurnar nógvastaðni í Iran eru tær størstu, sum hava verið síðani 2009. Samanbrestir hava verið millum mótmælisfólk og trygdardeildir, ið lýða boð frá prestastýrinum. Iransku myndugleikarnir royna at avmarka atgongdina til sosialu miðlarnar, so tað ikki skal bera til at brúka teir til at savna fólk til mótmælistiltøk. Men mótmælini vórðu síðani vend beinleiðis ímóti Ali Khamenei, ayatollah, ovasta í iranska prestastýrinum, og Hassan Rouhani, forseta, fyri at reka ein uttanríkispolitikk, ið kostar landinum nógv, tí stuðul verður veittur politiskum og hernaðarligum bólkum í Miðeystri, hvørs áhugamál eru tey somu sum hjá Iran. Soleiðis sigur UNICEF, sum er barnahjálparfelagsskapur Sameindu tjóða í árligu frágreiðing síni um støðuna hjá børnum, sum hon seinasta árið hevur verið í krígs og kreppuraktu pørtunum av heiminum. Stjórin í UNICEF, Manuel Fontaine, sigur, at børn verða álopin heima, í skúlanum og á spæliplássum, og hann leggur aftrat, at slíkur harðskapur má ikki gerast vanligur. Islamska hernaðarrørslan Boko Haram hevur tikið í minsta lagi 135 børn í landnyrðings partinum av Nigeria og Cameroom við tí endamáli at fáa tey til at bera sjálvmorðsbumbur. Hetta tal er fimm ferðir hægri í fjør enn árið fyri, sigur UNICEF í frágreiðingini. Í Myanmar ella Burma hevur muslimska Rohingya fólkið í hundraðtúsundatali verið noytt at flýggja undan harðskapi, og tað hevur elvt til stóra neyð, serliga millum børnini og tey veikastu, ið doyggja av umfarssjúkum, tí einki reinføri er. Í Yemen hevur borgarakríggj við sær hungursneyð, sum hevur kravt túsundtals mannalív og serliga børnini eru illa fyri, tí blokadur hava forðað fyri, at neyðhjálp kemur fram. Og í Eystur Ukraina eru 220.000 børn í støðugum vanda fyri landminum og øðrum spreingievnum, sum liggja eftir frá krígnum millum Ukrainska stjórnarherin og russisk vinarlig uppreistrarherlið. Hjá børnum í milliónatali er hungur, sjúka og sálarlig mein úrslit av, at kríggj elvir til trot er á mati, vatni og reinføri, sigur UNICEF. Í frágreiðingini verður heitt á allar partar um at virða tær skyldur, sum altjóða lóg ásetir til tess at verja børn og teirra rættindi millum annað til skúlagongd og sjúkrahúsviðgerð. Palestinsku myndugleikarnir hava boðað frá, at sendimaður teirra í USA er boðsendur at koma heim. Tað verður gjørt fyri at mótmæla avgerðini hjá Donaldi Trump, forseta, at viðurkenna Jerusalem sum høvuðsstað Ísraels. Samstundis boðaði palestinski forsetin Mahmoud Abbas frá, at hann ikki fer at góðtaka nakra amerikanska friðarætlan eftir viðurkenning amerikanska forsetans av Jerusalem sum høvuðsstaði Ísraels. Tilsamans hava trettan palestinar latið lív í ófriði eftir fráboðanina hjá Donaldi Trump, forseta. Teir flestu í samanbrestum við ísraelskar trygdardeildir. Ísrael tók eystara part av Jerusalem í krígnum við arabisku grannalondini í 1967. Ísrael sigur seg ongantíð fara at góðtaka annað enn, at býurin verður verandi ísraelskur allur, sum hann er. Soleiðis lýsti Frans Pávi 2017, tá hann í gjárkvøldið tók samanum farna árið. Hetta var undir seinastu gudstænastu hansara í ár, sum fór fram í Vatikaninum. Somuleiðis førdi pávin fram, at kríggj hevur verið mest eysæddað tekini um ein stoltleika, sum er skilaleysur og einki kann gerast við. Onnur ting hava sambært pávanum eisini verið við til, at alt tað menniskjaliga og sosiala er versnað Lógarbroytingin varð sett í gildi í dag og gevur fólki eldri enn 21 ár loyvi at hava 28 gramm av hassji uppi á sær og at hava upp til seks marijuana plantur heima. Talan er ikki um at brúka rúsplanturnar sum heilivág, men til vanliga nýslu, tí longu í 1996 fekk California eina lóg, sum loyvdi, at hassj verður brúkt sum heilivágur. Nýggja lógin, ið loyvir cannabis nýtsluni, varð samtykt við fólkaatkvøðu í California sama sama dag, sum forsetavalið var fyrraárið. Hesar 14 mánaðirnar síðani hava verið brúktir at fyrireika avgjalds ásetingar og aðrar kunngerðir, ið skulu til fyri at kunna fremja søluna lógliga. Tey, sum eru ímóti, siga, at vandi er fyri at fleiri fara at koyra bil ávirkað, og at tað verður lættari hjá ungdóminum at sleppa framat hesum rúsevnum, hóast aldurmarkið er 21 ár. Eg saknaði ein boðskap um, hvussu mann sá fyri sær, at mann kundi økja um ta samlaðu samfelagskøkuna, soleiðis at meir bleiv til øll í sambandi við nýggju fiskivinnunýskipanina. Eg trúgvi, at tað er trupult hjá løgmanni, at stinga út í kortið, tí vit vita jú, at stórar ósemjur eru inni í samgonguniog. Tí kann tað verða trupult hjá honum at tosa um politikk, heldur Bárður á Steig Nielsen fyri. Vit eru komin inn í nýggja árið, og nokk eru fleiri, sum hava givið nøkur nyggjárslyftið. Hvussu gongst so at halda lyftini, og hvat gera vit fyri at klára tey. Durita Poulsen greiðir frá. Nýggjársaftan klokkan 19.00 helt løgmaður, Aksel V. Johannesen, nýggjársrøðuna. Árni Gregersen heldur, at ein nýggjársrøða skal vera positiv og savnandi, og á tí økinum kláraði løgmaður seg væl, sambært honum. Eitt, sum Árni Gregersen saknaði, var, at løgmaður nevndi størsta politiska málið í langa tíð, fiskivinnunýskipanina. Orðini um málbrúk og spjøldur, sum vit geva hvør øðrum, vóru góð og relevant, nú so nógv sundurspjaðing hevur verið í landinum seinasta árið, sigur Árni Gregersen. Aksel V. Johannesen talaði til fólki í nýggjársrøðuni og valdi eitt evni, sum øll kunnu relatera til, sum ein løgmaður skal í eini nýggjársrøðu. Eins og Árni Gregersen, heldur Turið Nolsøe, at ein nýggjársrøða skal vera savnandi og afturlítandi og ikki ov politisk, men stór politisk mál kann ein løgmaður væl nevna í nýggjársrøðuni. Evnið í ársins nýggjársrøðu var savnandi og týdningarmikið, og Turið Nolsøe hevur ta fatan, at øll hildu røðuna vera góða. Tá tað kemur til kropsmál, so bar Aksel V. Johannesen seg væl, men av tí, at hann las av einum rullaskíggja, so gjørdist eygnabráið eitt sindur stívt. Eitt stórt framstig fyri at varðveita føroyska málið, hevði verið at at gera allar ljóðbøkur frítt atkomiligar. Tøkniliga hevur hetta ikki so nógv uppá seg, men krevur fígging. Fólk vita ov lítið um møguleikarnar at hoyra ljóðbøkur og fáa tekst til talu, so tað krevst eitt sindur av arbeiði at fáa boðskapin út, sigur Elin Henriksen. 17 kunngerðir, sum á ymsan hátt eru við til at skipa fiskiskapin í ár, eru nú lýstar. Kunngerðirnar taka støði í tí fiskivinnunýskipan, sum løgtingið samtykti fyri jól, og sum kom í gildi í gjár tað vil siga løgtingslóg nummar 161 frá 18.desember 2017 um fyrisiting av sjófeingi. Tær 17 kunngerðirnar eru lýstar í kunngerðarblaðnum og á kunngerðarportalinum 29. desember. Tær snúgva seg um alt frá at friða leiðir kring Føroyar fyri fiskiskap til at býta og selja part av føroyskum kvotum á fjarleiðum á uppboðssølu. Við støði í teimum kunngerðum, sum higartil eru lýstar, ber til at staðfesta, at í ár verða seld á uppboði 2891 tons av toski, 289 tons av hýsu og 155 tons av hvassaspreki tað er eitt slag av flatfiski burturav føroysku kvotunum í russiska partinum av Barentshavinum. Í norska partin av Barentshavinum verða seld á uppboðssølu 793 tons av toski, 185 tons av hýsu, 86 tons av upsa og 34 tons av øðrum botnfiski. Við Svalbard verða seld á uppboðssølu 271 tons av toski og 65 tons av øðrum botnfiski. Hinvegin verður einki av føroysku toskakvotuni á Flemish Kap selt á uppboðssølu í ár. Føroysk skip kunnu í ár fiska 2491 tons av toski á Flemish Kap. Fiskiskapurin á Flemish Kap verður skipaður við felagskvotu, og alt skal fiskast við línu. Sambært kunngerðini kann fiskiskapurin byrja 7. januar. Millum tær 17 kunngerðirnar, sum eru lidnar og lýstar at koma í gildi, er eisini kunngerðin, sum skipar svartkjaftafiskiskapin í ár. Føroyska svartkjaftakvotan er 493.000 tons í ár, av teimum eru 393.000 tons sett av til føroysk skip at fiska, meðan 100.000 tons verða latin øðrum londum í umbýti við í høvuðsheitum botnfisk í Barentshavinum. Tey 393.000 tonsini av svartkjafti verða býtt soleiðis, at tey reiðarí, sum higartil hava havt rættindi at fiska svartkjaftin, fáa útlutað umleið 270.000 tons at fiska. 97.000 tons verða seld á uppboðssølu, og 33.000 tons verða lutað út sum menningarkvotur. Kunngerðin, sum setir treytir um at øll veiða hjá føroyskum skipum skal landast um føroyskan bryggjukant, er lýst og komin í gildi. Í somu kunngerð stendur, at reglan, um at 25 prosent av veidda fiskinum skal bjóðast út á eini góðkendari uppboðssølu, kemur í gildi 1.mars. Sambært lógini um fyrisiting av sjófeingi skal alt av fiski førast til lands. Í grein 48 í lógini stendur, at innvølur, ryggur, skræða, høvd og tílíkt av fiski skal førast til lands. Víðari stendur í stykki 2, at í minsta lagi 20 av fiskinum skal førast til lands við høvdi. Men ein av kunngerðunum, sum varð lýst 29.desember í fjør, setir úr gildi hesar ásetingar í sjálvari lógini. Undantøkini frá at føra alt av fiski til lands, koma í gildi ídag, 1.januar. Samtykta fiskivinnunýskipanin krevur nógv fleiri kunngerðir enn hesar 17, ið nú eru lýstar og komnar í gildi. Í løtuni er eingin fiskivinnuavtala millum Føroyar og Ísland. Ein avleiðing av tí er, at føroysk skip sleppa ikki at fiska í íslendskum sjógvi og íslendsk skip sleppa ikki at fiska í føroyskum sjógvi. Tí ber heldur ikki til at skipa henda fiskiskap við kunngerð. Fyrsti fundurin í løgtinginum í nýggja árinum verður seinnapartin í morgin, tá Rættarnevndin hevur fund um mál, sum øll eisini vóru í tinginum í farnu tingsetu. Nevndin skal eisini viðgera uppskotið um, at Kommunala eftirlitið skal hava møguleika at seta tiltøk í verk móti kommunalum samstørvum. Innlendismálaráðið, har sum Kommunala eftirlitið er, kann sambært lógaruppskotinum ógilda avgerðina hjá einum kommununalum samstarvi, fyribils taka avgerðina av, áleggja kommunustýrislimum tvingsilssektir og saksøkja eftir endurgjaldi, um Innlendismálaráðið ikki góðtekur eina avgerð hjá kommunalum samstarvi. Og uppskotini hjá Fólkaflokkinum um at yvirtaka kortmyndugleikan og verja uppmátingarmerki, sum fullu í farnu tingsetu, eru aftur í tinginum. Tað sigur grønlendska landsstýriskvinnan í uttanríkismálum, Suka K. Frederiksen, í einum svari til landstingið, skrivar Sermitsiak. Suka K. Frederiksen sigur, at samráðingarnar um at taka Bretland úr ES verða ikki lidnar fyrr enn í fyrsta lagi í oktober í ár, og Bretland fer væntandi úr ES samveldinum 29. mars í 2019. Samráðingarnar millum Grønland og Bretland um eina fiskivinnuavtalu eru ikki byrjaðar enn, men landsstýrið hevur samband við donsku stjórnina um, hvørjar avleiðingarnar verða fyri Grønland, tá Bretland fer úr ES. Suka K. Frederiksen upplýsir í svarinum, at grønlendskir myndugleikar hava eitt umboð í bólkinum hjá danska uttanríkisráðnum, sum viðger Brexit. Grønlendska umboðsstovan í Brússel fylgir eisini samráðingunum um Brexit og ger vart við grønlendsk áhugamál í samstarvi við donsku umboðsstovuna í ES. Galdandi fiskivinnuavtala millum Grønland og ES fer úr gildi í 2020. Næsta ár verður farið undir samráðingar um fiskivinnuavtaluna, sum kemur í gildi í 2021. Hava vit sama eftirlit við útlendskum skipum, sum fiska í føroyskum sjógvi, sum útlendingar hava við føroyskum skipum, ið fiska í til dømis norskum, russiskum og ES sjógvi. Tað fer Kári P. Højgaard í Sjálvstýri at spyrja Høgna Hoydal, landsstýrismann, tá munnligir fyrispurningar aftur verða í tinginum. Kári P. Højgaard sigur, at Arctic Viking, sum er einasta rækjuskipið eftir í flotanum, noyddist at bíða í fleiri vikur eftir loyvi at fiska avtalaðu rækjukvotuna í russiskum sjógvi. Samstundis varð kravt, at skipið óneyðugt skuldi sigla fleiri hundrað fjórðingar fyri at koma á og av fiskileið, tí stór øki í russiskum sjógvi eru stongd, og tá krevja myndugleikarnir, at skip skulu sigla fleiri dagar eyka. Hann vísir á, at útlendsk skip fiska stórar nøgdir av serliga uppsjóvarfiski undir Føroyum, og tí er viðkomandi at vita, um somu og treytir eru galdandi fyri fremmand fiskiskip í føroyskum sjógvi sum fyri føroysk skip í útlendskum sjógvi. Tilsamans vórðu fleiri nýggj akfør innflutt í fjør enn í fyrraárið, men færri nýggir persónbilar vórðu skrásettir í fjør, vísa tøl hjá Akstovuni. Formaðurin í Fiskimannafelagnum, Jan Højgaard, sigur, at felagið hevði væntað at frætt frá Reiðarafelagnum, men haðani er einki komið. Hann hevur fingið at vita frá Reiðarafelagnum, at felagið hevur ikki havt stundir til samráðingar, nú nýggj fiskivinnuskipan er gjørd. Kitty May Ellefsen, forkvinna í nevndini fyri Vága floghavn, sigur, at søkt verður eftir nýggjum stjóra í vikuni, og umsóknarfreistin verður 1. februar. Síðani Jákup Sverri Kass fór úr starvinum sum stjóri á flogvøllinum í november, hevur Evy Jacobsen verið virkandi stjóri. Evy Jacobsen situr eisini í nevndini fyri Vága floghavn. Hann hevur sertøk evni at fáa fram serligar matupplivingar við lokalum rávørum. Poul er bæði nútíðin og framtíðin , varð sagt í grundgevingini. Stutt fyri klokkan tvey seinnapartin 29. desember fekk løgreglan fráboðan um arbeiðsóhapp á Bakkafrosti á Glyrum. Andrias Petersen, virkisleiðari, upplýsir fyri Kringvarpinum, at eingin framleiðsla var, men at tey høvdu eftirlit við og umvældu maskinur og tól. Ein maður gjørdist fastur, tá eitt transportband skuldi leggjast á aftur og meiddi seg so illa, at hann fyrst varð fluttur á Landssjúkrahúsið og síðani til Danmarkar dagin eftir. Leivur Persson, stjóri á Arbeiðs og brunaeftirlitinum, sigur, at tey hava verið á staðnum fríggjadagin. Nú gera tey neyðugu kanningarnar, áðrenn frágreiðing verður skrivað. Væntandi er tað arbeiðið liðugt um tvær vikur. Løgreglan upplýsir somuleiðis, at tey eisini hava verið á Bakkafrosti og gjørt kanningar fyri at lýsa málið. Eisini tey skriva eina frágreiðing henda skal eitt nú siga, um lógin um arbeiðsumhvørvið er brotin. Almenna orðaskiftið hevur ongantíð verið so opið sum nú, tí sosialu miðlarnir gera tað høgligt at skifta orð um øll samfelagsmál við bæði høg og lág. Í ár varð somuleiðis skotið fyri Eysturoyartunnlinum, og Sandoyartunnilin er á veg. Fjarstøðan millum okkum, sum búgva í Føroyum, minkar tískil støðugt. Gestir við kjakborðið eru Jóannes N. Dalsgaard, samfelagsfrøðingur, Arni Zachariassen, master í gudfrøði, og Rógvi Olavson, samfelagsfrøðingur og tíðindamaður í Kringvarpinum. Vit hoyra søguna Tveir tjóvar og eitt tjógv. Knud Hermansen skrivaði og Katrina Jacobsen týddi til føroyskt. Søgan er skrivað í Mín jólabók 2017. Vit hoyra søguna Tveir tjóvar og eitt tjógv. Knud Hermansen skrivaði og Katrina Jacobsen týddi til føroyskt. Søgan er skrivað í Mín jólabók 2017. Vit hoyra søguna Tá ið mjólkarbiðið hjá Brúsajøkli fór í spønir. Jens Pauli Heinesen hevur skrivað. Søgan er at lesa í Mín jólabók 2017. Flaggdagur er mikudagin 25. apríl og so koma vit til dýra biðidag, sum er 27. apríl, og hann er, sum altíð, ein fríggjadag, so har er eitt langt vikuskifti í væntu. Tað vikuskiftið kann blíva uppaftur longri við einum fríynski hósdagin 26. apríl og einum lagaligum arbeiðsgevara, tí so eru fimm samanhagandi dagar í heintu har. Hugaligari er tað, at jólaaftan er ein mánadag, so 1. jóladagur og 2. jóladagur eru týsdag og mikudag. Telja vit vikuskiftið undan jólaaftan við, eru fimm samanhangandi frídagar har. Listaupplivingarnar í Føroyum eru við árunum vorðnar fleir og fleir, og tað kann nærum tykjast ógjørligt at fylgja við í, hvat rørir seg á listapallinum. Ein sum bæði fylgir væl við, kuraterar og vitjar so at siga allar listaframsýningar og listaupplivingar er Kinna Poulsen, listaummælari, bloggari v.m. Hon gevur her sítt boð um ársins fimm bestu listaupplivingarnar í 2017. List er ikki nøkur ítrótt og tað ber illa til at kappast um list. At eg allíkavæl havi játtað at nevna mínar bestu listaupplivingar í brátt farna ári er orsakað av, at nakrar upplivingar verða verandi í minninum, meðan aðrar hvørva so líðandi. Eg havi sjálv kuraterað ella verið uppií seks framsýningum í ár, sum eg ikki taki við her fyri ikki at vera inhabil. Eg havi tó valt at taka framsýningina hjá Tóroddi Poulsen við, tí tey nýggju verkini á teirri framsýningini taldust millum tær góðu listaupplivingarnar í 2017. Anker Mortensen hevði heilar tríggjar listaframsýningar í senn í vár, sum allar vóru góðar, men málningarnir á hesi framsýningini vóru einastandandi góðir, lýsandi bláir og violettir. Anker Mortensen er abstraktur málari, hansara vøkru lyrisku abstraktiónir hava ein heilt serstakan spiritualitet og flog, sum veruliga merktist á framsýningini í Gamla Seglhúsinum. Ein óvanliga samanhangandi og ambitiøs framsýning, hvørs heiti bæði sipar til innvølir og byggivirksemi. Verkini eru tilfarsgranskandi við denti á mótsetningar sum flótandi og hart, tungt og lætt, organiskt og mekaniskt og harvið tykist staðsetingin av framsýningini í einum vísindaligum granskaraumhvørvi uppløgd og væl hugsað. Tað er yvirhøvur hugaligt at síggja føroysku listina spríkja fram á nýggjum og øðrvísi pallum. Vit hava upplivað ungu listakvinnuna úr Søldafirði áður millum annað á Ólavsøkuframsýningini. Hon ger installatiónir og setir sínar lutir og klæði upp og skipar tey í framsýningarrúminum eins og vóru tey partar av eini dadaistiskari heild. Fyri meg er sjálv pallsetingin av verkunum sera inspirerandi eg haldi, at hon arbeiðir sera originalt við humor og humanismu. Framsýningarheitið Tóroddur og Co minti um onkra lítla fyritøku og sipar sambært einum av nýggju steinprentunum til eitt antikvariat, ið eftir øllum at døma er opið í allar ævir. Framsýningin var sum ein bókhandil, tí meginparturin av listaverkunum vóru mumificeraðar bøkur, ið vóru vavdar inn í tilfar og málaðar, og sum skuldu lesast á nýggjum sum myndlistaverk. Hetta var ársins mest óvæntaða av teimum góðu listaupplivingunum í 2017. Purkhús arbeiðir við patchwork ella klútateppum, tað vil siga at hon klippir smáar lepar úr toyi og seymar tær saman eftir ávísum skipanum og tað er í litskipanunum og smáum forskjótingunum í skipanunum, at okkurt listarligt býr undir. Handverkliga eru teppini ómetaliga væl úr hondum greidd og lítið er at ivast í, at nógv tíð er farin við at tekna, klippa og seyma. Men í grundini er tað ikki so nógv tað handverkliga, tað snýr seg um. Eg eri sannførd um, at Jóngerð Purkhús kundi fingið list burtur úr lego, legði hon í. Podcasts er tað nýggja svarta, og 2017 hevur verið eitt ár, har podcasturin veruliga hevur vunnið frama. Fleir og fleir íðnir podcastfjepparar daga undan, og bíligi og ómakasleysi miðilin við óendaligu podcaststreyminum við markleysum evnum er beint við hondina ein telefon, ein app og hátalarar ella oyramikrofonir, og tú er til reiðar at lurta. Men hvørjar podcasts metir føroyska ókrúnaða podcastdrotningin, Linda Mortansdóttir, ið millum annað hevur framleitt podcastin, Til Lindu, hava verið teir bestu í 2017 At lurta eftur einum góðum podcasti, er fyri meg ein friðløta. Ofta lurti eg, meðan eg gangi mær ein túr, hangi klæði út á snór, ruddi, og annað, Eg kann rýma inn í ein annan heim, til eina aðra tíð, til eitt annað stað og læra um ymiskar hendingar, ymisk menniskju ja, um alt millum himmal og jørð. Eg hugsi sum so, at tá eg nú skal gera okkurt, ið krevur mína tíð, so kann eg tað sama nýta høvið til at læra og uppliva nakað nýtt samstundis við at lurta Eg lurti eftir nógvum ymiskum podcastum, men best dámar mær at lurta eftir narrativum frásøgnum. Ofta eru tað stuttsøgur, onkuntíð eru tað meiri torskildar søgur, ið krevja, at søgurnar verða býttar upp í partar. Eitt nú innan sokallaðu, True Crime sjangruna. Henda sjangran hevur vundið nógv uppá seg seinastu árini. Startskotið til hetta var podcastrøðin SERIAL, ið kom út í 2014. Hetta bleiv ein mainstream sukses ein sokallaður game changer . Seinasta árið hevur verið eitt ár við nógvum góðum podcastum. So nógvar spennandi og áhugaverdar søgur hava verið at velja ímillum. Kanska ov nógvar, tí eg nái ikki at hoyra alt tað, eg fegin vildi. Eg lurti mest eftir spennandi true crime søgum og rannsakandi heimildarrøðum, men eisini tær styttri persónligu søgurnar hava fylt nógv. Tað er altíð torført at velja úr mongdini, men her er mín meting, hvat kundi verið eitt boð upp á fimm teir bestu podcastarnar í 2017. John B. McLemore býr í Shittown Alabama. John hatar sín heimbý og ger av at seta ymiskt í verk, sum eina roynd í at betra um støðuna. Hann setur seg í samband við tíðindamannin Brian Reed, ið hann kennir frá This American Life, ið er ein hin størsta og elsta podcastrásin í USA. John sigur seg hava eina søgu, ið Brian átti at tikið upp í podcastinum. Hann sigur seg vita um ein ungan mann í býnum, sum reypar av, at hann er sloppin avstað við at drepa ein mann. Løgreglan vil onki gera við málið, tí pápi viðkomandi er ríkmaður í býnum. Brian leitar John upp og nú byrjar ein løgin, hugtakandi søga, ið tekur ein av bóli. Lurtarin upplivir eina sanna søgu, ið byrjar sum eitt, men sum endar sum nakað heilt annað. Søgugongdin er so ótrúliga væl samansett við góðum tónleiki, sum undirbyggir eitt heilt serligt huglag. Haravtrat hitta vit ein persón, vit ikki vita, hvat vit skulu halda um. Ein hjartanemandi søga, har tú ristur við høvdinum, missir vónina og vinnur hana aftur. Tú grætur, tú flennur. Hetta er útvarp, tá tað er best. 15. februar 2014, hvørvur fitness guruin Richard Simmons. Tú kennir hann lítil krúllut orkubumba í litføgrum toppi og stuttum buksum. Frá degi til annan, fór Simmons frá at verða tann mest tilgongiliga Hollywood persónligheitin, til at taka seg fullkomuliga úr øllum sambandi við onnur menniskju. Filmskaparin Dan Taberski, ið eisini kennir Simmons persónliga, setur sær fyri at finna útav, hvat tað er, sum er hent við honum. Hetta er ein sonn søga, har tú fært innlit inn í eina litríka verð í Hollywood. Ymisk fólk, við ymiskum tilknýti til Simmons siga frá, men við hoyra hugtakandi ljóðbrot og tónleik, ið tekna eina mynd av einum heilt serligum persóni. Lurta og hoyr, hvussu løgið søgan mennist. Hetta er ein søga innan true crime sjangruna. Christopher Goffard í L.A. Times sigur søguna um John Meehan eisini kendur sum Dirty John. Hetta er ein sonn søga um tøling, lygnir, svik og vandamiklan kærleika. 59 ára gamla Debra Newell hittir dreymamannin John á eini Tinderdate. Tveir mánaðir seinni eru tey gift. Meðan tú lurtar, hugsar tú alla tíðina, at okkurt er áfatt. Nógvir spurningar stinga seg upp, og spakuliga savnast putlispælið. Dirty John er ein sera fangandi og hugtakandi søga, har menniskjað og eginleikar hjá viðkomandi yvirraskað allatíð heilt til endan Nick van der Kolk er maðurin handan Love Radio, ið altíð hevur verið ein av mínum yndis podcastrásum. Nick dugir serliga væl at finna áhugaverdar persónar at tosa við. Fólk, ið hava eina serliga søgu at siga, ella bara eru áhugaverd, tí tey eru tey, tey eru. Td. Jay Thunderbolt, ið rekur ein strippklub í sínum egna heimi. Tað er torført at velja partar burturúr, men um eg skal taka útgangsstøði í 2017, so má eg nevna partin How to Argue , ið er uppfylgjarin til The Silver Dollar partin, ið upprunaliga kom út í 2014. Daryl Davis, ein tónleikari av afrikanskum amerikanskum uppruna, setur sær fyri at koma í prát við høgravendar rasistar, so hann betur kann skilja hatur teirra ímóti sær. How To Argue er ein samrøða millum Nick og Daryl Davis, har Davis greiðir frá hvussu hann kjakast og tosar við fólk, ið hata seg, tí hann er myrkur. Hoyr, hvussu Davis gjørdist vinur við millum annað ein høgtsitandi lim í KKK. Sjarmerandi komikarin Josie Long er vertinna á hesum podcastinum hjá BBC 4. Hvør partur hevur umleið trýggjar søgur, ið viðgera eitt evni. Talan er um stuttar søgur, ið megna at geva okkum innlit í verðina hjá viðkomandi, ið sigur frá. Í einum parti hoyra vit um gomul kærleiksbrøv, har ein omma fortelur um øll tey loyniligu teknini á einum brævbjálva, ið boðaðu frá, at hetta var eitt kærleiksbræv. Visti tú td., at tá eitt frímerki vendur upp og niður, so merkir tað Eg elski teg . Ella, um tá tað snýr seg um myndina, sum ein fotografur fann í øskuni av torninum í New York 09. September 2001. Myndin er av mammu og dóttir, og fotografurin vil finna útav hvørjar tær eru 15 ár seinni, finnur hann svarið. Short Cuts er fult av rørandni, hugtakandi og stuttligum søgum, ið eg trygt veit, eru verdar at lurta eftir. Aðrir podcasts, ið eg kann viðmæla eru hesir. Her eru nakrir Podcasts, ið eg eisini má nevna. Her er alt frá festligum live feminista práti, til píniligar dagbøkur frá ungdóminum Third Ear Væl sagdar, sannar søgur, um alt frá svikafullum eldri damum til eina vegleiðing til verðins undirgang. Fólkini handan røðini um morðið á Jacob Wetterling gera nú ein nýggja røð um mutur og valdsmisnýtslu, og um hvat hendir, tá fólk hittast í góðum og ringum. Persónligar søgur um menniskju, kynslív og kærleika. Tað er eitt talkshow, har feministar við sjálvironi tosa um, hvussu hart tað er at vera ein gjøgnumførdur feministur í dag. Fólk siga frá um eina broyting, sum er farin fram, ið hevur umskapað lív teirra. Tað snýr seg um ljóð, og hvussu tað ávirkar okkum menniskju. Fólk siga frá um píniligar og herligar dagbókatekstir frá barna og ungdómsárum. Har eru sterkar persónligar søgur frá veruleikanum sagdar beinleiðis. Onkuntíð er veruleikin meir óhuganligur enn fiktión. Evnið í Barnaútvarpinum er børn og mál. Vit tosa við fleiri vaksin, sum arbeiða við málinum á ymsan hátt. Vit hoyra Sissal M. Rasmussen, sum hevur gjørt eina kanning um børn og mál. Hon arbeiðir á Føroyamálsdeildini. Durita Joensen, er skulastjóri í Runavíkar Skúla, har yvir 50 børn verða rakt av herda verkfallinum. Umleið hevltin av forskúlabørnunum og allir næmingar við persónligum stuðli sleppa ikki í skúla. Seinasta semingsroyndin var 28.desember, men eftir at partarnir høvdu sitið saman í umleið 12 tímar, gavst Semingsstovnurin við royndini at fáa partarnar at finna semju. Semingsroyndin endaði, uttan at nakað semingsuppskot varð lagt fyri partarnar. Síðani tá hevur Pedagogfelagið hert verkfallið, og klokkan átta í morgin áðrenn fara allir limir í Pedagogfelagnum, sum starvast í fólkaskúlum, sernámi og forskúlum hjá kommununum, í verkfall. Fyrstu pedagogarnir fóru í verkfall 12 desember og 14 desember lýstu kommununalu arbeiðsgevararnir arbeiðsbann, og síðan tá hava allir kommunalir dagsstovnar verið stongdir. 15. desember herdi Pedagogfelagið verkfallið, so tað eisini rakti limir hjá felagnum, sum arbeiða hjá Almannaverkinum og sjálvsognarstovnum hjá Almannaverkinum. Men nøkur undantøk vórðu kortini givin, so nakrir pedagogar eru til arbeiðis á stovnum hjá Almannaverkinum. Verður Fámjinstunnilin boraður beint eftir Hvalbiartunnilin, fer hann burtur úr ætlanini hjá landsstýrismanninum, sum hevur fingið sjey milliónir krónur á fíggjarlógini til boriútgerð og eitt tunnilstoymi hjá Landsverki. Síðani Adrian kom til verðina, hava Barba og familja hennara stríðst við myndugleikarnar um at fáa røttu hjálpina, og í ár eydnaðist tað at fáa júst tað, Adrian hevur tørv á. Hvør skuldi trúð, at útlendingar fóru at koma flúgvandi úr øllum heraðshornum til eina fjarskotna matstovu í Norðuratlantshavi bara fyri at eta garnatálg, tara, ræst og havhest Mánadagin 15.januar byrjar rættamálið hjá Fíggjarligum støðufesti móti oddamonnunum í Eik banka. Viðgerðin í Føroya rætti endar ikki fyrr enn í august næsta ár. Rættarfundir vera mánadag, týsdag, mikudag og hósdag aðru hvørja viku. 130 dagar eru settir av í ár, og nakrir dagar í 2019 eru eisini settir av, um brúk verður fyri teimum. Fíggjarligt støðufesti stevndi á sumri 2016 Frithleifi Olsen, nevndarformanni í Eik, Odd Bjellv g, næstformanni, Marneri Jacobsen, forstjóra, Bjarna Olsen, stjóra og Hans Laksá, grannskoðara. Herbergið, á Dalavegi 1 í Havn, sum er undir Frelsunarherinum, hevur keypt grannahúsini á Dalavegi 3, hetta fyri at geva nøkrum av búfólkunum í Herberginum, meira viriðilig kor at búgva í. Pláss verður fyri sjey fólkum at búgva í húsunum, har tey so eisini hava felags stovu og køk. Fólkini, sum skulu búgva í nýggju húsunum, eins og tey, sum búgva á Herberginum, gjalda leigu fyri íbúðina, so hetta kemur at hvíla í sær sjálvum, sigur Martin Kúrberg, dagligur leiðari á Herberginum. Teir gjørdu royndir við at taka lýs á ymsum dýpum við eini pumpu, umframt at teir tóku royndir beint undir vatnskorpuni við glúpi, sum er vanligasta mannagongdin. Royndir vórðu gjørdar við vatnskorpuna og niðri á ávikavist 10 og 20 metra dýpi. Hesar vístu, at lýs vóru á øllum dýpum. Tað skrivar Fiskaaling í tíðindaskrivi. Vegleiðarar vóru Eilif Gaard frá Havstovani, og Øystein Patursson og Gunnvør á Norði frá Fiskaaling. Próvdómari var Kirstin Eliasen frá Fiskaaling. Skattainntøkurnar hjá kommununum vóru slakar 1,8 milliardir krónur í fjør. Í fyrraárið fingu kommunurnar umleið 1,7 milliardir í skatti. Forstjórin, sum eisini er stjóri á Landssjúkrahúsinum, fer fyrstu dagarnar at seta seg inn í leiðsluuppgávur á Landssjúkrahúsinum, fíggjarviðurskifti, depilsleiðslur og at vitja deildirnar. Seinni í hesum mánaðinum er ætlanin at vitja á Klaksvíkar sjúkrahúsi og Suðuroyar sjúkrahúsi, skrivar heimasíðan hjá Landssjúkrahúsinum. Jóanis Erik Køtlum hevur fyrr starvast 15 ár í føroysku heilsuverkinum, bæði á Landssjúkrahúsinum og í Heilsumálaráðnum. Hann hevur eisini verið stjóri í heilsuverkinum í Grønlandi. Formaðurin í Reiðarafelagnum, Anfinn Olsen, sigur, at reiðararnir vilja síggja øll fiskiloyvi fyrst fyri at vita, hvørjar treytirnar eru í teimum. Stefan í Skorini, stjóri í Reiðarafelagnum, sigur, at óvissan um, hvussu tann nýggja fiskivinnuskipanin verður tulkað í Fiskimálaráðnum, og hvussu hon fer at virka, ger, at bíðað verður við at samráðast við Fiskimannafelagið. Evnið í Barnaútvarpinum er børn og mál. Vit tosa við fleiri vaksin, sum arbeiða við málinum á ymsan hátt. Hesa ferð tosa vit við Randi Kúrberg, sum er lærari og fæst nógv við frælsan ítrótt Evnið í Barnaútvarpinum er børn og mál. Vit tosa við fleiri vaksin, sum arbeiða við málinum á ymsan hátt. Hesa ferð tosa vit við Edny Poulsen, sum er teknmálstulkur. Evnið í Barnaútvarpinum er børn og mál. Vit tosa við fleiri vaksin, sum arbeiða við málinum á ymsan hátt. Hesa ferð tosa vit við Oddfríða Marna Rasmussen, sum er lærari og rithøvundur. Evnið í Barnaútvarpinum er børn og mál. Vit tosa við fleiri vaksin, sum arbeiða við málinum á ymsan hátt. Hesa ferð tosa vit við Kathrinu Lindenskov Holm, sálarfrøðing. Pedagogfelagið herdi verkfalli í morgun klokkan átta. Nú eru so at siga allir limir felagsins í verkfalli ella verkbannaðir. Teir eru umleið 2000 í tali. Nú umhugsar Pedagogfelagið at endurskoða undantøkini, ið eru givin Almannaverkinum, sigur Jógvan Philbrow, formaður í Føroya Pedagogfelag. Líka útbúgving gevur ikki líka løn. So einfalt er tað. Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, kveistrar til viks kravið frá Pedagogfelagnum um at fáa sama lønarkarm sum sjúkrarøktarfrøðingarnir, ið fingu stívliga 10 prosent í lønarhækking í tvey ár. Tá Kristina Háfoss 20. november í fjør skrivaði undir nýggjan sáttmála við Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, varð hon spurd um lønarhækkingina í prosentum. Landsstýriskvinan svaraði Í dag sigur Kristina Háfoss, at vanligir sjúkrarøktarfrøðingar hava ikki fingið 10 prosent lønarhækkan yvir tvey ár, men fimm prosent yvir tvey ár. Restin av karminum er farin til at lønir og umflokkingar hjá leiðarum, sum afturfyri missa yvirtíð og onnur gjøld. Tað stendur framvegis í botni í samráðingum millum Pedagogfelagið øðrumegin og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið KAF hinumegin. Kristina Háfoss, sum skal góðkenna nýggju sáttmálarnar við allar námsfrøðingar, vísir nú á, at karmurin í sáttmálinum við Starvsmannafelagið er støðið fyri sáttmálum hjá øllum tí almenna arbeiðsmarknaðinum Samlaði kostnaðurin í meðal fyri allar sáttmálasamráðingarnar, fyri landið og tað almenna, skal liggja á umleið 2,3 prosent fyrsta árið og umleið 2,5 prosent næsta árið, sigur Kristina Háfoss. Sjúkrarøktarfrøðingarnir fóru til samráðingar við herrópinum rættið skeivleikan . Tað tók landsstýriskvinnan undir við. Kristina Háfoss segði tað vera neyðugt at lyfta henda fakbólkin. Pedagogfelagið er farið til samráðingar við herrópinum líka útbúgving, líka løn . Tað tekur landsstýriskvinnan ikki undir við. Grundleggjandi haldi eg ikki, at líka útbúgving skal geva líka løn. Tí so kundi man bara gjørt eitt bachelor fakfelag og so fingu øll somu løn, uttan mun til, hvat arbeiði tey gjørdu. Tað undrar meg, at man ikki hyggur eftir, hvat arbeiði verður gjørt, sigur Kristina Háfoss. Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum vísir á lønarnevndararbeiðið, sum Fíggjarmálaráðið setti ígongd í 2016, men sum tó ikki er liðugt enn. Har skulu møguligar umflokkingar gerast, meðan vanligar lønarhækkingar skulu fylgja yvirskipaða karminum, sigur Kristina Háfoss. Saman við Sissal Kristiansen og Ragnhild Dam skifta vit orð um føroyskt design, Gudmund Helmsdal Nielsen og Birgir Kruse hugleiða um føroysku filmarnar og føroyska filmsumhvørvið í 2017. Harumframt fer Bergur Djurhuus Hansen at seta orð á føroyska bókmentaárið, Ólavur Jakobsen og Jóannes Andreasen tosa um tað, sum farið er fram í Føroyum, tá talan er um klassiskan og kórtónleik í 2017, Jenny C. Petersen og Birna Heinesen skifta orð um leiklistina í 2017, meðan Kinna Poulsen hugleiðir um myndlistina í 2017 Tú kanst hoyra sendingina her Sigrið Sivertsen hevur eina fjølbrekaða dóttir, sum krevur hjálp alt samdøgrið. Familjan fær ikki undantak frá Pedagogfelagnum at hava stuðul til dóttrina, og hetta setir familjuna í eina ringa støðu. Tórshavnar Býráð hevur samtykt at byggja 600 bústaðir næstu fýra árini. Marin Katrina Frýdal, forkvinna í Byggi og býarskipanarnevndini í Tórshavnar Kommunu, sigur, at kommunan sjálv fer ikki at byggja nakað, men hon fer at slóða fyri, at privatir aktørar byggja. Kanningar aðrastaðni vísa, at 40 prosent av fólkunum búgva í sethúsum, 40 prosent í raðhúsum og 20 prosent í íbúðum. Í Havnini búgva 72 prosent av fólkunum í sethúsum, 17 í raðhúsum og bert 11 prosent í íbúðum. Marin Katrina Frýdal sigur, at tørvurin líkist tørvinum uttanlands fleiri vilja hava íbúðir og raðhús tvíhús, bæði ung og eldri fólk. Ætlanin er eisini, at vanlig fólk skulu kunna seta búgv í kommununi, so prísirnar fara at lækka í og við at útboðið verður størri. Bústaðarpolitikkurin, sum varð samtyktur í Tórshavnar Kommunu í desember, verður almannakunngjørdur, tá hann fer til almenna hoyring í næstum. Útboð og eftirspurningur eru høvuðsorsøkirnar til, at lønarlagið er, sum tað er. Men fleiri onnur viðurskifti gera seg eisini galdandi. Ójavni á arbeiðsmarknaðinum er neyðugur fyri at fáa fólk at kýta seg, men ov stórur ójavni er eisini samfelagsbúskaparliga óheppin. Luttakarar í sendingini Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, Maud Wang Hansen, fyrrverandi forkvinna í Føroyar Pedagogfelag, Djóni Højgaard, búskaparfrøðingur, Esther Dahl, ráðgevi hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag og Súsanna Nolsøe, samráðingarfólk á Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum. Bjarni Djurholm, fyrrverandi landsstýrismaður og løgtingsmaður fyri fólkaflokkin og Jóannes Eidesgaard fyrrverandi løgmaður, landsstýrismaður og formaður í javnaðarflokkinum, kjakast síðst í sendingini. Tað ávirkar Almannaverkið nógv, at Pedagogfelagið hevur hert verkfallið til eisini at fevna um limir, sum starvast í fólkaskúlanum, á sernámi og í forskúlum hjá kommununum. Tað sigur stjórin í Almannaverkinum, Edvard Heen. Hann sigur, at verkfallið av álvara er farið at merkjast hjá brúkarunum, og at støðan er álvarslig. Seinnapartin í dag var stuðulstiltak á Vaglinum í Havn til frama fyri verkfallinum hjá pedagogunum. Minst 500 fólk vóru savnað fyri at stuðla og lýða á tónleik og røður. Annika Olsen fekk handað umleið 1400 undirskriftir. Tórshavnar Kommuna skal ikki longur hava eina sjálvstøðuga løgdeild. Í staðin er løgdeildin løgd beinleiðis undir stjórnarskrivstovuna. Bjørgfríð Ludvig, kommunustjóri, váttar, at kommunan hevur gjørt eina fráfaringaravtalu við leiðaran á løgdeildini, Janus Isfeldt, sum gevst í starvinum. Janus Isfeldt fær løn í níggju mánaðir, umframt uppsparda frítíð, nú hann er sagdur úr starvi. Endamálið við bygnaðarbroytingini er, sambært Bjørgfríð Ludvig, at skipa arbeiðið í miðfyrisitingini betri enn higartil, soleiðis at lættari verður at samstarva. Sigert Paturson formaður í Bóndafelagnum, og fleiri bóndir, sum Kringvarpið hevur tosað við, eru sera ónøgdir um, at bóndir skulu veðhalda við persónligari ogn og fæið, fyri at fáa lán úr Búmaðargrunninum. Búnaðargrunnurin hevur til endamáls at veita fígging til menning av føroyskum landbúnaðinum. Men um ein festari byggir ein bygning á festinum, so eigur bóndin í prinsippinum ikki bygningin, og tað er ein orsøk til, at bóndirnir halda, at tað er órímiligt at teir skulu veðhalda persónliga fyri lánini Og ein onnur orsøk til, at bóndirnir eru sera ónøgdir um at Búnaðargrunnurin bert vil veita lán, um teir veðhalda persónliga er, at Búnaðargrunnurin kann selja burturav festinum, og tískil hava bóndirnir ikki fult ræði á ognunum. Bóndirnir vísa soleiðis á, at teir eru ikki at meta sum vanligir lántakarar, tí teir hava ikki fult ræði á ognunum, og tá teir selja, siga teir seg samstundis eisini úr starvi, og tí er talan ikki bert um sølu ag ogn. Teir halda, at tað Búnaðargrunnurin átti at verið nokk at Búnaðargrunnurin hevði veg í festibrøvunum. Í 2007 fingu bóndirnir rætt til at selja festibrøvini við nøkrum treytum til keyparan, og tá byrjaði Búnaðar grunnurin í størri mun at krevja, at festarar skuldu veðhalda persónliga, sigur Sigert Paturson. Men bóndirnir halda ikki, at tað er ein nóg góð grundgeving fyri, at teir skulu veðhalda persónliga fyri lánini. Sigert Paturson vísur á, at krøvini um persónliga trygd hevur tað avleiðing, at bóndir ikki gera tær neyðugut íløgurnar sum skulu til fyri at menna landbúnaðin. Skal vinnuni verða lív lagað í framtíðini, er tørvur á íløgum í landbúnaðin í Føroyum serliga í mjólkavinnuni. Tað heldur bóndafelagið, og tað ásannar stjórin í Búnaðagrunninum. Men Føroya Bóndafelag ivast í, um neyðugu íløgurnar verða gjørdar við verðandi lánitreytum hjá Búnaðargrunninum. Nógvir festibóndir í Føroyum eru ónøgdir um, at Búnaðargrunnurin krevur, at teir skulu veðhalda við persónligari ogn fyri at fáa lán úr Búnaðargrunninum, tí festibóndirnir í prinsippinum ikki eiga og hava fult ræði á jørðini og ognunum á henni. Hetta hóast teir kunnu selja festibrøvini og fáa yvirskotið, um vinningur er eftir, tá skuldin er rindað. Og ónøgdin hevur, sambært Bóndafelagnum við sær, at fleiri bóndir ikki hættar sær at gera neyðugar íløgur fyri at menna vinnuna, og onkur ætlar sær úr vinnuni. Sigert Paturson vísur á, at áhugin hjá ungum at fara inn í serliga mjólkavinnuna er sera lítil av fleiri orsøkum men lánitreytirnar hjá Búnaðargrunninum ger tað enn minni attraktivt hjá nýggjum at koma inn í vinnuna, heldur hann. Bóndirnir halda, at tað átti at verið nóg mikið, at Búnaðagrunnurin hevur veð í festibrævinum, men Búnaðagrunnurin segði í gjár við útvarpið, at hetta ber snøgt sagt ikki til, tí tað má verða ein persónur, sum stendur sum veðhaldari. Stjórin í Búnaðagrunninum ásannar tó, at tørvur er á íløgum í serliga mjólkqavinnuna, men heldur ikki, at lánitreytirnar eru einasta orsøk til, at íløgur ikki verða gjørdar. Men stjórin í Búnaðargrunninum vísur á, at hóast grunnurin setir sum treyt at bóndirnir sjálvur, persónliga veðhalda, so hevur grunnurin hevur lagaligar treytir og er við til at menna landbúnaðin við at veita upp í 50 prosent av lánunum til millum annað fjós ókeypis. Og tí eru nakrar byggiverkætlanir í gongd. Føroyska Fiskimálaráðið metir Ísland at hava sett úr gildi eina galdandi avtalu, sum loyvir føroyskum skipum at fiska lodnu í íslendskum sjógvi í ár. Tí fer Høgni Hoydal, landsstýrismaður, at ráðføra seg við Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum í morgin áðrenn. Enn er eingin nýggjur fundur avtalaður millum landsstýrið og íslendsku stjórnina. So leingi eingin avtala er millum londini, sleppa føroysk skip ikki at fiska í íslendskum sjógvi og íslendsk skip sleppa ikki at fiska í føroyskum sjógvi. Danska Uttanríkisráðið vónar framvegis at fáa avtaluna, sum Føroyar og Grønland gjørdu við Ísland 31.august í fjør, i overensstemmelse med de gældende retlige rammer , sum Anders Samuelsen, uttanríkisráðharri, sigur í svarinum til Grønlandsnevndina hjá fólkatinginum. Tí skrivaði Uttanríkisráðið til íslendska Uttanríkisráðið og ógildaði avtaluna, tí hon er ikki í samsvari við heimildirnar hjá landsstýrinum í Føroyum og Grønlandi. Regluliga hava vit hoyrt bæði námsfrøðingar og lærarar rópa varskó, tí orðfeingið hjá børnunum er skjótt og støðugt minkandi. Tí hevur landsstýriskvinnan í Mentamálum, Rigmor Dam, sagt, at árið 2018 er Ár fyri málmenning hjá børnum Hvat er so aðalendamálið við hesi verkætlan Ár fyri málmenning hjá børnum. Landsstýriskvinnan, Rigmor Dam svarar í morgunsendingini. Skaðin hendi, tá Borgarin bar við grótkastið í innsiglingini í Tórshavnar Havn. Skiparin segði við útvarpið í gjár, at hann sá bara aðra boyuna, tá teir sigldu inn. Tí sigldu teir skeivt og tóku í grótkastið. got, Klakkur, Kambur, Stapin, Eivind, Pison, Sandshavið og Jákup B fingu í gjár loyvi at fiska burturav føroysku toskakvotuni á Flemish Kap. Føroyska kvotan á Flemish Kap er í ár 2491 tons av toski. Fiskiskapurin á Flemish Kap verður skipaður við felagskvotu, og alt skal fiskast við línu. Tey átta línuskipini, sum higartil hava fingið loyvi at royna á Flemish Kap, fáa tí í meðal 311 tons at fiska. Men av tí at talan er um felagskvotu, so kunnu einstøk skip fiska meira enn hesi 311 tonsini, áðrenn samlaða felagskvotan er uppfiskað. Hóast nýggja fiskivinnulóggávan leggur upp til at partur av føroysku kvotunum skulu seljast á uppboðssølu og latast út sum menningarkvotur, so verður øll føroyska kvotan á Flemish Kap latin línuskipum á sama hátt og síðstu árini. Sparing er ikki orsøkin til, at serstøk deild til børn og ung við psykiatriskum sjúkum verður ikki gjørd, nú Landssjúkrahúsið verður útbygt. Í løtuni verður arbeitt við nýggjari heildarpsykiatriskari ætlan, millum annað um, hvussu vit fáa besta barna og ungdómspsykiatriska tilboðið í Føroyum. Sirið Stenberg sigur, at á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum er skipað ein barna og ungdómspsykiatrisk eind, sum tekur móti børnum og ungum úr øllum landinum og familjum teirra. Ein sálarfrøðingur og ein sjúkrarøktarfrøðingur komu afturat nú fyrst í januar, og 1.mars verður settur eina serlækni í barna og ungdómspsykiatri og ein læknaskrivari. Norðlýsið biður Landsstýrismálanevndina um at fáa Heilsu og Innlendismálaráðið at virða niðurstøðuna hjá Løgtingsins Umboðsmanni í einum innlitsmáli um, hvussu nógv evnafrøðilig evni verða brúkt av alivinnuni í einstøku alifirðunum. Harvið er ikki sagt, at nevndin fer at viðgera málið. Men á næsta fundi fara vit at taka støðu til, um vit skulu taka tað upp sum eitt mál, sigur Magnus Rasmussen, formaður. Norðlýsið fílist á, at Umboðsmaðurin gav skarvin yvir , sum blaðið orðar seg, tí aðalráðið vildi ikki viðgera umbønina um alment innlit av nýggjum, hóast Umboðsmaðurin segði, at málsviðgerðin als ikki var nøktandi. Friðarligt er í løgtinginum í hesum døgum. Eingin tingfundur er ásettur enn, og næsti fundur í Landsstýrismálanevndini er heldur ikki ásettur. Landsstýrismálanevndin fer tó at hava fund, møguliga í næstu viku og í øllum førum innan tvær vikur, sigur Magnus Rasmussen. Tað eru ivaleyst fleiri, sum í dag og kanska næstu vikurnar eisini fara at vera eitt sindur eym í kroppinum. Tí tað er januar, vit hava livað væl í desember við nógvum mati og hava ivaleyst ikki hugsað so nógv um at vera sunn. Fyrst og fremst renni eg fyri at føla ta vælveruna, sum renningin gevur. Og so finni eg ofta fram til loydnir upp á ymiskar trupulleikar, tá eg havi runnið. Eg blívi altíð glað, tá eg havi verið og runnið ein túr. Eisini hóast tað er regn og kalt. Renningin gevur mær orku og yvirskot, sigur Kitty May Ellefsen. Fyri flestu okkara er hetta ein spurningur, sum ikki er heilt lættur at svara, men ein, sum veruliga veit, hvat vit hava í væntu í 2018, er Bogi Eliasen. 328 fólkavognar fóru um søludiskin í 2017. Tað er bilmerkið, sum føroyingar helst vilja hava, sambært listanum yvir mest seld bilasløg, sum Akstovan hevur gjørt. Hóttanin kemur, tí Steve Bannon skírir sonin hjá Trump forseta landasvíkjara. Donald Trump Junior hevði fund við tríggjar limir í russisku stjórnini undir amerikanska valstríðnum í 2016, fortelur Bannon í bókini, sum snýr seg um lívið í Hvítu Húsunum við Donaldi Trump sum forseta. Tríggir royndir menn í valtoyminum hildu tað vera eitt gott hugskot at hittast við eini útlendskari stjórn í Trump Tower í fundarhølinum á 25. hædd. Við ongum advokatum. Teir høvdu ongar advokatar hjá sær, verður Steve Bannon endurgivin fyri at siga í bókini, sum Michael Wolff hevur skrivað. Advokaturin hjá forsetanum, Charles Harder, sigur í dag, at Steve Bannon hevur brotið tagnarskyldu og kann ákærast fyri ærumeiðing av forsetanum. Andrea Árting var komin væl upp í árini, tá hon í ringastu tíðunum í 30 unum púra óvæntað gjørdist forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag. Kreppan hevði við sær, at fakfeløgini vóru undir trýsti. Hetta nervaði tó ikki Andreu. Hon var órødd, og hon segði altíð tingini beint fram sama, hvar ið hon var. Við sínum eyðsýnda sosiala tilviti gjørdist hon ein ímynd fyri fakfelagsstríðið í Føroyum í 20 øld. Alt sítt vaksna lív setti hon rættindini hjá kvinnum í brennidepilin. Hóast hon ongantíð sat á tingi, so virkaði hon í roynd og veru sum ein sosialpolitikkari. Lønin hjá arbeiðskvinnunum var størsta partin av 20 øld væl lægri enn hjá monnunum. Hetta setti Andrea sær fyri at broyta. Í 1977 rakk hon loksins úrslitinum, at kvinnur og menn skuldu fáa líka løn fyri sama arbeiði.Tá hon seinni sama árið legði frá sær sum forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag, var hon 85 ára gomul. Lagt til rættis Ivan Hentze Niclasen. Kommunulæknar mugu ongantíð vera einsamallir í bygninginum, tá teir eru til arbeiðis. Tað er ov vandamikið. Tað sigur Magnus Magnussen, kommunulækni. Herfyri leyp ein sjúklingur á hann í læknaviðtaluni. Ein hending, sum hevur skelkað roynda kommunulæknan. Løgreglan kannar í løtuni málið, har báðir partar verða avhoyrdir. Harafturat fer Heilsutrygd saman við Kommunulæknafelagnum at kanna eftir, hvussu mannagongdirnar kunnu broytast, soleiðis at tað gerst tryggari hjá Kommunulæknum at vera til arbeiðis. Løgini, ið royna seg ígjøgnum Nálareygað, eru hesi. Tað er løtan hjá Eyðun Nolsøe Tað hendir, eftir at Anders Samuelsen, uttanríkisráðharri í Danmark, hevur svarað Grønlandsnevndini hjá fólkatinginum og Magna Arge, fólkatingsmanni. Anders Samuelsen er spurdur, um hann viðurkennir, at kompetansunevndin eisini kann brúkast, tá ósemja er um uttanríkispolitisku lógina Landsstýrið hevur fingið eitt gylt høvi at minna donsku stjórnina á júst hasa ásetingina við at krevja málið um sáttmálan millum Føroyar og Grønland øðrumegin og Ísland hinumegin fyri slíka kompetansunevnd. Semjast føroyingar og danir ikki, fáa vit at vita, hvørji løgfrøðilig atlit hægstarættardómarar fara at leggja dentin á í einari slíkari ósemju, sigur Magni Arge. 31.august í fjør gjørdu landsstýrini og stjórnin í Útnorðri samstarvsavtalu um at vaksa um handilin sínámillum, taka burtur møguligar forðingar og samstarva á uttanríkisøkinum, eitt nú í mun til avbjóðingarnar, sum standast av Brexit. Tað er USA, sum hevur biðið um at fáa støðuna í Iran fyri Trygdarráðið, og endamálið er sum skilst at fáa sett í verk nýggj tiltøk móti Iran. Amerikanska uttanríkisráðið hevur skotið upp at seta tiltøk í verk móti iranskum embætisfólki, sum arbeiða ímóti friðaligum mótmælisgongum, sum tikið verður til. Trygdarráðið hjá ST hevur ongan leiklut í hesum máli. Innanríkis viðurskifti í Iran eiga ikki at viðgerast í Trygdarráðnum, sigur Ryabkov. Eitt punkt á skránni fyri fundin verður norðurkoreanska luttøkan til komandi vetrar OL í Suðurkorea. Olympisku vetrarleikirnir verða hildnir í býnum Pyeong Chang 9. til 25. februar. Í gjár avtalaðu suðurkoreanski forsetin, Moon Jae in, og amerikanski forsetin Donald Trump, at útseta stórar, felags hernaðarvenjingar til aftaná olympisku vetrarleikirnar. Felags amerikansku og suðurkoreansku hernaðarvenjingarnar í økinum hava javnan fingið øði í norðurkoreanska leiðaran, Kim Jong un. Ísraelska tjóðartingið samtykti í november eitt uppskot frá stjórnini hjá Benjamin Netanyahu, forsætisráðharra, um at senda afrikansku flóttafólkini og tilflytararnar av landinum. Ísraelskir myndugleikar viðurkenna, at nógv kunnu ikki fara aftur til heimlandið, men avtalur eru gjørdar við Rwanda og Uganda, sum fáa 40.000 krónur fyri hvørt flóttafólk, sum londini taka móti. UNHCR hevur mint Ísrael á, at landið hevur tikið undir við ST flóttafólkasáttmálanum, og tí hevur Ísrael skyldu til at verja fólk, sum flýggja. Norska sendistovan í Telaviv hevur funnist at ísraelskum myndugleikum fyri ikki at meta um støðuna hjá teimum, sum biðja um friðskjól, hvør sær. Flóttafólkini verða sett í legur í Negev oyðimørkini í upp til eitt ár, og síðani verður trýst lagt á tey um at góðtaka, at tey búseta seg í einum triðjalandi, stendur í frágreiðingini frá norsku diplomatunum, sum norska tíðindastovan hevur fingið atgongd til. Kunngerðin áleggur millum annað Fólkatinginum, politisku flokkunum, Ríkisgrannskoðanini, ráðharrastovunum, dómstólunum og fyritøkum hjá tí almenna at koma við nøvnunum og upplýsingum um persónar í høgum embæti. Á listanum standa til dømis allir limirnir í Fólkatinginum, ráðharrar, aðalstjórar, hægstarættardómarar, sendifólk á donskum sendistovum og nevndarlimir í eitt nú Danmarks Radio og DSB. Listin skal gera tað møguligt hjá fyritøkum og persónum, ið eru fevnd av lógini um hvíttan av pengum, at gera av, um teirra viðskiftafólk og samstarvsfelagar koma undir tað, sum í kunngerðini kallast politiskt eksponeraðir persónar. At fólk standa á hesum sonevnda listanum merkir ikki, at illgruni er um mutur. Tað merkir bara, at hesi fólkini eru í vanda fyri at taka ímóti mutri, tí tey sita í einum embæti, sum gevur teimum stórt vald. Teir báðir føroysku fólkatingslimirnir, sum vórðu valdir á seinasta fólkatingsvali, Sjúrður Skaale og Høgni Hoydal, standa á listanum saman við donsku og grønlendsku fólkatingslimunum. Løgtingsmaðurin fyri Miðflokkin setir landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, Kristinu Háfoss, eina røð av spurningum, sum allir taka støði í avgerðini at rinda limum í pedagogfelagnum løn, hóast tey ikki eru til arbeiðis. Bill Justinussen spyr millum annað, hvussu nógv tað almenna hevur rinda limum í Pedagogfelagnum í løn, síðani verfallið og verkbannið gjørdist veruleiki. Hann vil hava at vita, hví Fíggjarmálaráðið velir hendan leistin, og hvør heimild er fyri tí. Bill Justinussen vísir vísir í spurninginum til leiðreglurnar hjá Fíggjarmálaráðnum um, at løn má ikki útgjaldast undir verkfalli. Hví og nær hevur siðvenjan at gjalda út løn fingið størri týdning og tyngd enn leiðreglurnar hjá Fíggjarmálaráðnum, spyr Bill Justinussen millum annað. Í viðmerkingunum vísir Bill Justinussen á, at Fíggjarmálaráðið á henda hátt í veruleikanum fíggjar kostnaðin av teimum tiltøkum hjá Føroya Pedagogfelag, sum eru vend móti Fíggjarmálaráðnum sjálvum, sum arbeiðsgevara. Í gjár boðaði Føroya Arbeiðsgevarafelag frá, at á privata arbeiðsmarknaðinum er tað ókent og óhugsandi, at løn verður goldin undir arbeiðssteðgi. Arbeiðsgevarafelagið sigur, at tá arbeiðssteðgur er, slitna sambandið og bindingarnar millum arbeiðsgevara og løntakara, og arbeiðsgevari skal tí ikki rinda løn, og løntakari hevur ikki rætt at krevja løn. Tí hevði verið púra óhugsandi, at Føroya Arbeiðsgevarafelag hevði loyvt limum sínum at rinda fólki løn, meðan arbeiðssteðgur er, sigur felagið. Landsroyndirnar rigga ikki nóg væl. Tað er niðurstøðan hjá tveimum donskum granskarum og professarum, Svend Kreiner og Jeppe Bundsgaard. Í Danmark skulu næmingar, úr 2. til 8. flokk, gjøgnum tilsamans 10 landsroyndir av ymsum slag. Næmingarnir verða vigaðir og mettir í støddfrøði, enskum, landalæru, lívfrøði, alis og evnafrøði og donskum. Lærararnir gera hesar royndirnar fyri at finna útav, hvat næmingarnir ikki duga. Men um lærarar brúka undirvísingartíðina til at læra næmingarnar at loysa uppgávurnar í hesum landsroyndum, so finna lærararnir ikki útav, hvat næmingarnir ikki duga, sigur Svend Kreiner. So undirvísingartíðin fer við at fyrireika næmingarnar til hesar royndirnar. Tað fer tíðin við, heldur enn til dømis at læra næmingarnar at lesa og rokna, sigur Svend Kreiner. Eisini skulu lærarar hava møguleika at velja landsroyndirnar frá, um teir meta tað vera meira átrokandi at brúka undirvísingartíðina á annan og eftir teirra tykki meira skilagóðan hátt. Tá fer landsliðið til Íslands at spæla landsdyst ímóti Íslandi fríggjakvøldið og at luttaka í kapping, sum verður leygardagin og sunnudagin. Tá ið vit hugsa um byggilist ella arkitektur, so renna alskyns stórverk fram fyri okkum, og helst eru tey uttan úr heimi. Men hvussu er hjá okkum, eiga vit onki, sum kann nevnast byggilist Tað hava vit spurt ein kendan arkitekt um. Palli Gregoriussen eitur hann, og í trimum sendingum fer Palli eina ferð kring landið at vísa okkum hús og bygningar, sum hava sína serligu søgu. Vit fara eisini aftur í tíðina, at vita um tað ber til at siga, at vit hava ein serligan føroyskan arkitektur. Í fyrstu sending, leggja vit serligan dent á byggilist sum heild. Fýrverk verður burturbeint rætt við at verða latið inn til eitt mannað endurnýtslupláss, har tað verður heintað av IRF til burturbeiningar. Fýrverk má endiliga ikki latast saman við vanliga ruskinum í ruskposar ella bingjur, tí tá er stórur vandi fyri, at eldur kemur í ruskið. Aslaug Gisladóttir, varastjóri á IRF, greiðir her frá hvussu tú fragast sleppur av við gamalt fýrverk, og so greiðir Aslaug eisini frá, tá eldur kom í ruskið í einum av teirra bilum, ti fýrverk lá millum ruskið. Fólk hava møguleika at sita í frið í hugsa um dagin og støðuna og hava møguleika at tendra eitt kertuljós og skriva eina bøn, sum so verður lisin upp áðrenn løtan í kirkjuni er liðug. Maria Jørðdal Niclasen, prestur, sigur, at tey hava roynt hetta nakrar ferðir, og at rættuliga fitt av fólki møta til hesar friðarligu løturnar. Maria Jørðdal Niclasen greiðir her frá um tiltakið, náttarkirkja Løgtingið hevur 600.000 krónur um árið til ferðing hjá nevndunum. Vanliga verður roknað við, at tríggjar løgtingsnevndir býta hesar pengarnar millum sín. Edmund Joensen spyr tí Poul Michelsen, landsstýrismann, um talan er um miðvísa politiska strategi at niðurprioritera sendistovuna í Keypmannahavn. Edmund Joensen sigur, at Føroyar hava síðani 1997 havt sendistovusamstarv við Ísland og Grønland á Norðuratlantisku bryggjuni í Keypmannahavn. Við skúlaársbyrjan í fjør fóru 42 lærarar á skúlabonk. Talan er um skúlastjórar, varaskúlastjórar og lærarar, ið hava ætlanir um at bjóða seg fram sum skúlastjórar. Nútímans skúlastjórar skulu fyrst og fremst vera professinonellir. Teir skulu vera vælútbúnir og ajourførdir við nýggjastu granskingina á økinum. Eisini skulu teir vera sosialt væl fyri, tíma at leiða og tora at taka avgerðir, sigur Súsanna Olsen. Eg eri fyrst og fremst farin undir hesa útbúgvingina, tí eg haldi, at tá mann situr í einum leiðandi starvi, hevur mann brúk fyri at fáa innspark alla tíðina og íblástur. Og tað kann mann gera millum annað við at fáa sær eina slíka útbúgving, sigur Regin Marnersson og heldur fram Fyrsta motivatiónin at fara undir hesa útbúgvingins er menningin við at kunna gera tað arbeiðið, eg geri, enn betri, sigur Regin Marnersson. Kommunufelagið hevur fingið eitt uppskot til sáttmála, men tað er ikki greitt, hvat kommunurnar skulu gjalda fyri, sigur Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum. Hann er ónøgdur við at einki hendur í málinum, men Eyðun Christiansen sigur at kommunufelagið hevur hildi seg verið í eini tilgongd við felagið. Hendan tilgongd er ikki viðgjørd seinastu árini, av tí at myndugleikarnir hava arbeitt við at yvirtaka málsøkið, sum hevur verið danskt, siur Atli K Petersen. Hetta er eisini orsøkin til, at eingin skipan hevur verið í trý ár. Mentamálaráðið hevur gjørt avtalu við Fjølrit um Miðná og hægri lesna, har ráðið rindar 25 krónur fyri hvønn næming í miðnámi og 500 fyri hvønn næming á Fróðskaparsetrinum. Birita Lamhauge Jóansdóttir dansar í Fótatraðki og hevur verið formaður í fimm ár. Dansifelagið í Havn kvøður Regin Smið. Birgir Djurhuus skipar. Kristian Egholm skipar Grindavísuna í Norðstreymoyar Dansifelag. Sumbingar telja jólini Alnert Djrhuus skipar Mær gas Sankta Mortan. Jónvør Joensen skipar Flóvan Bænadiktson í Vága Dansifelag og Turið Sigurðardóttir skipar Ólav Riddararós í Tøkum Lætt og Dansifelag Kaggans. Brynolf Lamhauge skipar Kópakvæði í Dansifelagnum í Havn. Jón Olsen skipar Kongens søn af Engeland í Dansifelag Kaggans. Suðuroyar Norðara Dansifelag kvøður Flóvants rímu, Levi Niclasen skipar. Edith Vang og Sonja Schneider skipa Vind op i r í Dansiringinum við Høgadalsá. Dansifelagið í Havn fer upp á gólv við Jøkilskvæði, øðrum tátti, sum Høgni Mohr skipar. At enda hoyra vit sumbingar kvøða Ungdómsvísuna, John Lisberg skipar. Málið um avtaluna millum Føroyar, Ísland og Grønlandi, sum danir hava skrivað til Íslands um at ógilda, er ikki stórt nokk til at landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Poul Michelsen fer at aktivera nevndina, sum heimastýrislógin heimiðlar til at viðgerða tulkingar av lógum viðvíkjandi ríkisfelagsskapinum Leif Sørensen fer í næstum saman við tveimum øðrum undir at hava matstovuvirksemi í Skeiva Pakkhúsi í Havn. Heitið er Skeipa , sum er eitt orðaspæl av skeiva . Tað er ikki vist, júst nær matstovan fera at lata upp, men Leif Vónar, at tað fer at verða fyrst í marts í ár. Hetta er ikki fine dining , letur Leif meg vita, hetta er fyri øll, og flestu pengapungar kunnu vera við , leggur hann afturat. Spurdur um, hvørt hann fer at leggja seg eftir tí, hann er mest kendur fyri nevniliga at granska í føroyskum mati og finna nýggjar mátar at hagreiða føroyska rávøru svarar Leif, at tað ikki liggur fremst í huga í hesum førinum. Koks, Ræst og fleiri gera tað, og eg fari tí ikki at gera tað sama sum tey. Endamálið við júst hesari matstovuni er, at man skal hugna sær og hava tað gott, tá man fer út at eta men tó so havi eg onkran dreym, sum eg fyri fyrst haldi fyri meg sjálvan , sigur Leif. Hoyr alla samrøðuna, sum varð send í Vikuskifti 5 januar 2018, her Samráðingarnar, sum vóru millum londini í Havn tann 13. desember, bóru ikki á mál. Avtalan var at halda fram við samskiftinum. Men millum jóla og nýggjárs eru sera óvanlig stig tikin frá íslendsku stjórnini, heldur landsstýrismaðurin. Millum annað hevur Ísland sett eina gjørda og galdandi avtalu um lodnufiskiskap fyri 2018 úr gildi. Føroya landsstýri undrast stórliga á hesa framferðina og mótmælir hesum óheimilaða stigi, skrivar landsstýrismaðurin, sum eisini hevur ráðført seg við uttanlandsnevndina hjá Løgtinginum um málið. Undir samráðingunum settu Føroyar enn einaferð fram sítt sjónarmið um ógrundaðu forðingarnar, sum Ísland krevur at verða í gildi fyri føroysk skip, ið fiska lodnu í íslendskum sjógvi. Ísland krevur av føroyskum skipum, at eftir 15. februar kunnu tey bert landa ein triðing av lodnuni til virkingar til matna í Føroyum. Men hetta kravið er ikki heimilað sambært ásetingum í Hoyvíkssáttmálanum, heldur Høgni Hoydal. Í seinastu samráðingum í 2017 varð avtalað, at Ísland skuldi taka stig til, at embætisfólk skuldu samráðast og gera eina niðurstøðu um hetta málið í seinasta lagi á sumri 2017. Tað var kortini ikki gjørt. Føroyar vilja eisini hava víðkaðar møguleikar hjá føroyskum skipum at fiska tosk í íslendskum sjógvi og bjóðaðu kvotur av uppsjóvarfiski afturfyri. Men Íslandi vildi á fundinum ikki gera avtalu um stig til at lætta um forðingarnar fyri føroysku lodnuskipini. Afturímóti broyttum møguleikum at fiska tosk setti Ísland millum annað sum krav, at føroyska lodnukvotan skuldi minka sløk 20 prosent. Tað bar ikki til, so samráðingarnar vóru niðurlagdar fyribils. Danir fara nú at lækka avgjøldini á flogvøllinum í Kastrup á sonevndum regionalum rutum. Avgjøldini verða lækkað 35 prosent. Men Føroyar verða ikki nevndar og fólkatingsmaðurin Magni Arge vil hava vita frá ráðharranum í samferðslumálum, Ole Birk Olesen, um tað samsvarar við donsku flogvallarstrategiina. Donald Trump hevur nú biðið lóggávutingið í USA um slakar 18 millardir dollarar, tað eru 111 milliardir danskar krónur, næstu 10 árini til at fíggja múrin, sum skal reisast á markinum til Meksiko. Tað skrivar Wall Street Journal. Múrurin verður 1100 kilometrar langur. Undir valstríðnum segði Trump annars, at Meksiko skuldi sjálvt rinda fyri múrin á markinum millum USA og Meksiko. Ætlanin er, at múrurin skal steðga ólógligu tilflytingini, og at forða fyri, at rúsevni verður flutt millum londini. Ein kvinna ilskast inná kommunulæknan, sum hon heldur blandar seg for nógv. Ein maður hevur fingið nokk av vinmanninum. Nú er tíðin av álvara komin til, at vinmaðurin má taka seg saman og blíva vaksin Og so verður enn ein vermóðir umrødd í dag. Semingsmaðurin Terje Sigurðsson sigur seg framvegis bíða eftir, at arbeiðsgevararnir og Pedagogfelagið flyta seg so mikið, at tey kunnu seta seg við samráðingarborðið. Hann hevur samband við partarnar við jøvnum millumbilum, men enn hevur hvørgin parturin sagt seg vilja flyta seg so mikið, at útlit er fyri veruligum samráðingum. At Fíggjarmálaráðið heldur aftur og ikki gevur pedagogunum eitt lønarlyft, er í andsøgn við ætlanirnar hjá samgonguni um einar javnari Føroyar. Tað heldur Jenis av Rana, sum er formaður í Miðflokkinum. Nýborg var áveg til makrelfiskiskap í ES sjógvi, og lá miðskeiðis millum Føroyar og Hetland, tá ein sjógvur breyt tveir stórar rútar inn í bakborð á brúnni. Sjógvurin fossaði inn á brúnna, niður gjøgnum leytarin og inn í fleiri kømur. Sjógvur kom eisini niður í galluna gjøgnum eymhettuna. Stýrimaðurin, sum sat beint við rútarnar, sum brotnaðu, merkti eitt óvanligt rull, hugdi upp og sá brotið koma. Hann leyp upp úr stólinum og ætlaði at leypa niður í leytarin, men fekk ikki tíð. Hann fekk bæði glaspettir og nógvan sjógv á seg og var slongdur yvir ímóti stýriborði. Sjógvurin kom skolandi yvir í stýriborð, tí skipið legði seg nógv av brotinum. Tað var so mikið nógv av sjógvi inni á brúnni, at eg stóð upp undir knæ við skiparastólin í stýriborð, greiðir Martin Midjord frá í samrøðuni við Sjómansmissiónina. Maskinmeistarin fekk sligið streymin frá brúnni og restini av skipinum rættiliga skjótt. Annars kundi eldur komið í av yvirganginum. Eystur og Vesturbúgvin vóru staddir har á leiðini, og fingu teir á Nýborg samskift við Eysturbúgvan um støðuna og fingu teir at ringja eftir tyrluni, tí stýrimaðurin hevði brotið armin í tveimum støðum og brotið øsubeinið av fallinum. Bjargingartyrlan kom á staðið, loraði ein mann niður og hann fekk tikið skadda stýrimannin upp í tyrluna, ið síðani fleyg hann á Landssjúkrahúsið. Eystur og Vesturbúgvin fylgdu Nýborg móti Føroyum, til Brimil og Vædderen tóku yvir og førdu skipið á Runavík, har skaðin á skipið skal gerast aftur. Neistin hevur 24 stig fyri 15 dystir. H71 hevur 21 stig fyri 15 dystir, og Kyndil er á 3.plássi við 15 stigum fyri 14 dystir. VÍF hevur 14 stig fyri 13 dystir, og Team Klaksvík hevur 12 stig fyri 15 dystir. Føroyska kvotan á er í ár 2491 tons av toski. Fiskiskapurin á Flemish Kap verður skipaður við felagskvotu, og alt skal fiskast við línu. Átta línuskip hava fingið loyvi at royna á Flemish Kap, og fáa tey tí í meðal 311 tons at fiska. Men av tí at talan er um felagskvotu, so kunnu einstøk skip fiska meira enn hesi 311 tonsini, áðrenn samlaða felagskvotan er uppfiskað. got, Klakkur, Kambur, Stapin, Eivind, Pison, Sandshavið og Jákup B hava øll fingið loyvið útskrivað frá Vørn til at fiska føroysku kvotuna á Flemish Kap. Tó verður ikki roknað við, at tyngstu ráðharrasessinir tað eru uttanríkisráðharrin, fíggjarmálaráðharrin, innanríkisráðharrin og serligi ráðharrin fyri Brexit verða skiftir út. Konservativi flokkurin hjá Theresu May fekk ein frammaná á tjóðartingsvalinunum í fjørsummar, og tað var um reppið, at flokkurin misti valdið. Flestu stórbýir í Amerika, sum høvdu fingið bókina á søluhillina, siga at øll eintøkini vóru skrødd burtur fyrsta dagin, og at nú mugu tey bíða nakrar vikur til bókin verður prentað av nýggjum. Ætlanin var, at bókin skuldi gevast út í morgin, 8. januar, men av tí at Trump hótti við at steðga útgávuni, orsaka teimum avdúkingum, sum framganga í bókini, avgjørdi útgávufelagið, Henry Holt and Company, at framskunda útgávuna, so bókin kom í sølubúðirnar fríggjadagin. Tað er rithøvundin Michael Wolff, sum hevur skrivað bókina um Trump og lívið í Hvítu Húsunum hesar fyrstu 12 mánaðirnar hjá Donald Trump sum forseti í USA. Michael Wolff hevði í juni 2016 skrivað eina grein um Trump, og Trump dámdi so væl greinina, at hann nú gav Wolff loyvið at koma inn í Hvítu Húsini og ferðast sum flugan á vegginum fyri at skriva um arbeiðsgongdina í Hvítu Húsunum. Nú bókin skal gevast út eru fleiri avdúkingar í bókini, sum forsetin ikki brýggjar seg um, og vildi tí steðga útgávuni. Hetta hevur so fingið útgávufelafgið Henry Holt and Company at framskunda útgávuna. Tvey fólk ein 60 ára gamal maður og ein 45 ára gomul kvinna fingu skaða av spreingingini, og eru tey flutt á sjúkrahús. Serliga meint gekk spreingingini út yvir 60 ára gamla mannin, sum sambært svenska kringvarpinum fekk álvarsligar løstir. Enn er lítið at frætta um orsøkina men ein talsmaður fyri svensku løgregluna upplýsir, at alt bendir á, at okkurt slag av spreingievni er orsøk til spreingini. Samráðingarnar standa enn í botni, og Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum, heldur, at sum støðan er nú, er ikki nógv at samráðast um. Runavíkar Kommuna yvirtók um ársskiftið Kunningarstovuna í Runavík. Kunningarstovan fer í sambandi við umskipanina, eisini at virka undir heitinum Visit Runavík. Hetta skrivar Runavíkar kommuna í tíðindaskrivi. Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, vísir á, at Runavíkar kommuna fegin vil raðfesta ferðavinnumenning í økinum. Fyrsta stig á leiðini er at yvirtaka Kunningarstovuna, sum sostatt fer úr samstarvinum við økisfelagið, Ferðavinnan í Eysturoy. Hin 27. oktober 2016 tók býráðið einmalt støðu fyri hesum, at skipa Visit Runavík sum eina sjálvstøðuga eind frá 1. januar 2018. Hóast hetta stigið, er tað framvegis neyðugt at samskipa ferðavinnuna í økinum. Um vit skulu røkka málinum um eina burðardygga ferðavinnu, má kommunan seta átøk í verk, menna ferðavinnutilboð og framleiða kunningartilfar, soleiðis, at vinnan í økinum fær góðar karmar og fær virkað so skynsamt sum til ber , sigur Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri. Visit Runavík hevur fingið nýggjan samleika og arbeiðir í løtuni við at menna ymiskt kunningartilfar. Visit Runavík húsast í Ráðhúsinum hjá Runavíkar kommunu og er mannað við einum leiðara og tveimum starvsfólkum. Leiðari fyri Visti Runavík er Marjun Niclasen, stendur í tíðindaskrivinum frá Runavíkar kommunu. Talan er um 7 el talvur, ið eru tilsamans 26 metrar langar, til nýggju smoltstøðina hjá Bakkafrost á Strond í Klaksvík, ið sigst vera heimsins størsta smoltstøð. Hetta skrivar Eysturkommuna á heimasíðu síni. Allar el talvurnar eru framleiddar á verkstaðnum í Norðragøtu. Talvurnar, ið millum annað innihalda 5 tons av kopari, skulu stýra øllum streyminum og neyðstreyminum til heimsins størstu smoltstøð, ið verður 20.000 fermetrar. Vit eru errin av hesum arbeiðinum, sigur Eyðun Hansen, stjóri á ETV. Tætt samstarv millum føroyskar el fyritøkur ger tað møguligt at avgreiða stórar uppgávur sum hesar. Við endan av hesum mánaðinum skuldu allar talvurnar verið leveraðar. Tær standa mestsum klárar á verkstaðnum í Norðragøtu at flyta norður til Klaksvíkar. Mehdi Navid Adham, sum er leiðari fyri almennu skúlaskipanini, vísir til iranska lóg sum sigur, at frálæra í enskum í almennum og privatum skúlum, er móti iranskari lóg Iransku mynduleikarnir hava seinastu dagarnar givið USA, og øðrum iranskum fíggindum, skylduna av mótmælisgongunum, sum seinastu seinastu vikurnar hava verið í fleiri iranskum býum. Í sínum hoyringarskrivi um kunngerðina um fiskiskpain á Flemish Cap í 2018 biður Fiskivinnuráðið landsstýrismannin hava hetta í huga næsta ár, so skipini tá fáa egnar kvotur. Reiðarafelagið vil hava undantak frá kravinum um, at alt skal avreiðast í Føroyum, tá fiskað verður á fjarleiðum, eitt nú á Flemish Cap. Fiskiskapurin á Flemish Cap byrjaði á midnátt leygarkvøldið. Felagið línuskip bað um, at fiskiskapurin ikki byrjaði fyrr enn 7.januar. Hóast ætlanin í nýggju fiskivinnulóggávuni er, at partur av føroysku kvotunum skal seljast á uppboðssølu, og partur skal latast sum menningarkvotur, verður øll føroyska kvotan á Flemish Cap latin línuskipum á sama hátt sum síðstu árini. Nú er fimta vikan byrjað við sáttmálatrætuni millum Pedagogfelagið og Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum og Kommunala arbeiðsgevarafelagið. Við Útvarpið leygarkvøldið segði semingsmaðurin, Terje Sigurðsson, seg framvegis bíða eftir, at arbeiðsgevararnir og Pedagogfelagið flyta seg so mikið, at tey kunnu seta seg aftur við samráðingarborðið. Seinni varð verkfallið víðkað til eisini at umfata bústovnar undir Almannaverkinum, tó við teimum undantøkum, sum Almannanverkið og Pedagogfelagið hava verið samd um. Nýggi meirilutin á Tvøroyri, sum eru Bjarni Hammer, Bogi Johannesen og Súsanna Bertholdsen úr Javnaðarflokkinum, og so Kristina Roest, sum var vald á Borgaralistanum, vildu annars, at nevndarnir vóru skipaðar av nýggjum í dag. Borgarstjórin er altíð formaður í fíggjarnevndini, so borgarstjórin Kristin Michelsen verður framvegis formaður í fíggjarnevndini á Tvøroyri, sjálvt um hann hevur mist meirilutan. At ein býráðsfundur er útsettur uttan grundgeving er í stríði við kommunustýrislógina, sigur meirilutin í brævinum til borgarstjóran og kommunustjóran. Tá fekk hann ført í gerðarbókina, at hann vísti ikki aftur ynskinum um at skipa nevndirnar av nýggjum, men at málið verður viðgjørt á fyrstkomandi fundi í býráðnum tann 8.januar 2018. Nýggi meirilutin á Tvøroyri, sum eru Bjarni Hammer, Bogi Johannesen og Súsanna Bertholdsen úr Javnaðarflokkinum, og Kristina Roest, sum varð vald á Borgaralistanum, vildu annars, at nevndarnir vóru skipaðar av nýggjum í dag. Talan er um brotsverk móti lívi og likami, móti persónliga frælsinum, um ónáðir og ærumeiðing, fíggjarlig brotsverk og serligar ásetingar fyri løgfrøðiligar persónar. Ráðið vísir á, at sambært kunngerðini um fiskiskapin hjá skipum úr ES londum, kunnu tey fiska upsa beinleiðis við troli, har meskarnir eru 120 millimetrar. Fiskivinnuráðið heldur, at loyvt eigur at vera at flyta dagar millum húk og trol til árslok, tá kvoturnar koma í staðin fyri fiskidagarnar. Eg havi ikki tikið avgerð um at seta gjald á óvirkaðan fisk sum eitt av fyrstu stigunum í sambandi við, at nýggja lógin um fyrisiting av sjófeingi er samtykt, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður, í svari til Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmann. Kravið um, at fiskurin skal um føroyskan kaikant, er helst ikki nóg mikið fyri at tryggja, at føroysk virki fáa fatur á fiskinum til virðisøking á virkjum í Føroyum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. Hann sigur, at kanska kann sum ein roynd í trý til fimm ár ásetast við lóg, at allur fiskur, sum verður útfluttur óvirkaður, fær eitt útflutningsgjald, sum er tvær krónur fyri kilo. Høgni Hoydal svarar, at nýggja fiskivinnulógin á nógvan hátt stimbrar tey, sum ætla at fáa meira burtur úr fiskinum her í Føroyum. Katrina í Geil heldur als ikki, at tað er rætt at keypa rúsdrekka til børn síni. Hon eftirlýsir eina hugburðsbroyting, soleiðis at sleppast kann undan bólkatrýsti, sum leggurupp til, at ung byrja at drekka. Í morgunsendingini fortaldi Pál Weihe, professari í fólkaheilsu, og Heidi Lava Elgeirsdóttir, sølufólk hjá MBM, um nýggju mjólkina. Hoyr sendingina her. Tey, sum eru við í sendingini, eru Bjarni Nielsen Guðrun Gaard Jens Petur Gaard Poulina Jacobsen børnini Bjarni og Ragnhild Høgni í Stórustovu Gunnar Hoydal Gunnleivur Dalsgarð Augusta Mikkelsen Jón Kragesteen Julianna Didriksen Í dag verður stjórnarskipan Føroyar viðgjørd á triðja fundi í nevndini. Tað var løgmaður, sum legði uppskotið um stjórnarskipan Føroya fyri Løgtingið, og fyrsti fundur hjá nevndini var 14. nov, annar fundur 20. nov, og nú verður triði fundur í dag. Heðin Mortensen er formaður í nevndini, sum skal viðgera uppskotið um nýggja stjórnarskipan, og hann sigur, at hetta uppskotið krevur nógv arbeiði. Meiningarnar eru nógvar og ymiskar, og langt er á mál. Heðin Mortensen vil finna eina so breiða semju sum til ber, og sigur, at nevndin ætlar sær at hittast einaferð um vikuna og arbeiða miðvíst móti einari breiðari semju. Tað hevur fingið ilt í nýggja meirilutan á Tvøroyri, at Kristin Michelsen avlýsti býráðsfundin, sum skuldi vera í dag klokkan fimm. Vanliga arbeiða 300 fólk á góðskingarvirkinum, í tveimum vaktum, men væntandi sáttmálar gera, at brúk bert er fyri helvtini av fólkunum, tí nóg mikið er við einari vakt á virkinum. Tað er eitt tekin um, at privata vinnan lagar seg eftir umstøðunum, at Bakkafrost sigur 147 fólkum upp nú, sigur Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar Kommunu. Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti, vónar, at øll fáa arbeiði aftur seinni í ár, ti roynt verður at fáa nýggjar sáttmálar til lidnu vørurnar, sum verða gjørdar á góðskingarvirkinum. Krøvini hjá námsfrøðingunum kunnu ikki eftirlíkast, tí so verður útreiðslurvøksturin ov stórur, hevur landsstýriskvinnan í fíggjarmálum sagt, Men ein lønarhækking til námsfrøðingar hevði minkað um inntøkuójavnan, og tað hevði eisini verið búskaparliga skilagott, sigur hon. Ein maður meiðslaði seg so illa, at neyðugt varð at senda boð eftir bjargingartyrluni, sum tók hann av skipinum og flutti hann á Landssjúkrahúsið. Tí vil meirilutin í Uttanlandsnevndini hjá løgtinginum heldur bíða eftir landsstýrinum enn at samtykkja uppskotið hjá Fólkaflokkinum um at yvirtaka málsøkið, sum eitur kort og landmátingarmyndugleiki. Uttanlandsnevndin hevur biðið Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, og fólk í Umhvørvisstovuni at koma á fundin hjá nevndini um eina viku. Meirilutin í Uttanlandsnevndini, allir flokkar í nevndini uttan Fólkaflokkurin, segði tá, at landsstýrið arbeiðir við einari yvirtøku, sum eisini umfatar sjókort. Meirvirðisgjaldsútreiðslurnar hjá sjálvbodnum bjargingarfeløgum, har øll arbeiðsmegin er ólønt, kunnu eftir umsókn verða endurgoldnar. Men tað er ein treyt, at bjargingarbátarnir ikki verða brúktir til vinnuligt virksemi, tó eru gjøld fyri sleip, bjarging og aðrar smærri uppgávur undantikin. Nú skal bera til umframt gjaldkomið meirvirðisgjald at halda aftur rentur, sektir og onnur gjøld í til dømis lønini hjá tí, sum skyldar. Fíggjarmálaráðið veit annars at siga frá Taks, at bara 850 av 3.950 vinnurekandi brúka talgilda Vinnugluggan. Vinnugluggin er ein portalur, har sum virki og feløg kunnu avgreiða síni viðurskifti við Taks. Súni Falkvard Selfoss, sum er formaður í Starvsmannafelagnum, sigur í stuttari viðmerking í morgun, at fakfeløgini fara fyrst og fremst at umrøða støðuna, men eisini um onnur fakfeløg eiga at seta tiltøk í verk. Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at útlit eru ikki fyri veruligum samráðingum, sum støðan er nú, tí hvørgin parturin er sinnaður at flyta seg. Djóni Nolsøe Joensen úr Javnaðarflokkinum skrivar í almennum skrivi, at lønarkravið hjá Pedagogfelagnum sigst vera átta milliónir krónur. Tá hugsað verður um, hvussu skjótt slíkar upphæddir ofta verða avgreiddar í løgtinginum og stóru kommununum, so er tað óskiljandi, at hetta ikki skal bera til, tá talan er um starvsfólk, sum hava ein so týðandi leiklut í samfelagnum, heldur Djóni Nolsøe Joensen, sum er tingmaður fyri Javnaðarflokkin. Eisini Heðin Mortensen, sum er tingmaður fyri Javnaðarflokkin, heitir nú á landsstýriskvinnuna Kristinu Háfoss og Anniku Olsen, forkvinnu í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, um sum skjótast at fáa gongd á aftur samráðingarnar. Súsanna Danielsen var stjóri á løgtingsskrivstovuni, til hon legði frá sær í 2014. Hon er útbúgvin løgfrøðingur og starvaðist í landsstýrinum og á landsskúlafyrisitingini, áðrenn hon fekk stjórastarvið í løgtinginum. Í landsstýrinum var hon leiðari á lønardeildini, sum hevði við sáttmálar og samráðingar at gera. Súsanna gekk í bygdaskúlan á Velbastað og fór haðani í realskúla og studentaskúla í Hoydølum. Tey síðstu árini har vóru spennandi við mongum rembingum. Súsanna er dóttir Dánjal í Búðini á Velbastað og Helenu f. Jacobsen úr Gríms Kambansgøtu í Havn. Tilboðini upp á arbeiðið at umbyggja gamla BankNordik bygningin í Húsagøtu í Havn til politistøð eru nógv hægri enn játtanin er til arbeiðið. Bygningsstyrelsen fer tí undir samráðingar við tey bæði byggifeløgini, sum komu við tilboðum. Annað teirra er MT Højgaard, sum hevur deild í Føroyum. Danska felagið er Ommen og Møller. Bygningsstyrelsen valdi fýra byggifeløg at at verða undangóðkend at geva tilboð, tvey í Danmark og tvey í Føroyum, MT Højgaard og Articon í Føroyum. Tá er gamli BankNordik bygningurin og grannaognin, sum staturin keypti í oktober í 2016 frá Tórshavnar kommunu fyri 41,5 milliónir krónur, tald við Hesa virðislønina kunnu vit brúka til, at gera enn fleiri veganskar kakur, og fáa boðskapin enn longur út, sigur føroyski leiðarin, sum sjálv ger fittan part av kakunum. Hon viðgongur, at tilveran sum vegani var eitt sindur trupul at byrja við, men við tíðini verður tað nógv lættari. Eisini tí at útboðið í handlunum gerst alsamt størri. Tað er um hesa tíðina, at kettur aftur byrja at ganga í illum, tí tað gera tær ikki um veturin. Og tí er tað júst nú, at ketturnar eiga at blíva steriliseraðar og frensarnir geldir. Tað eru fleiri fyrimunir enn vansar við at sterilisera kettu og gelda frens, enn tað eru vansar. Tí viðmæli eg fólki at sterilisera kettur og gelda frensar, sigur Annika P. Nørspang, sum er djóralækni. Tann 29. januar skulu tvær gentur frá skúlanum á Giljanesi luttaka á árliga Ungdómstinginum, sum verður á Christiansborg 29. januar. Tær báðar Kristina Nattestad og Nikolina Ravnsfjall hava saman við flokki sínum seinastu mánaðirnar arbeitt við einum uppskoti, sum tær skulu leggja fram á árliga Ungdómstinginum, sum verður í Keypmannahavn seinast í hesum mánaðinum. Tað er nógv frammi í tíðini, og vit hoyra ofta um tað. Men vit vita bara alt ov lítið um hesa sjúkuna. Tí halda vit, at tað átti at verið ein fastur partur av undirvísingini í lívfrøði, siga tær báðar, Kristina og Nikolina. Hvat er og hvat ger ein námsfrøðingur Og hvør er søgan og hvør er støðan hjá pedagogum í dagsins samfelag Hesar og aðrar spurningar viðgera vit saman við Anniku Antoniussen, ið er útbúgvingarleiðari á námsfrøðideildini á Fróðskaparsetri Føroya Jóhannes Miðskarð, ið er phd., adjunktur í námsfrøðiligari leiðslu, og Sigrið Vesturgarð, sum er námslektari. Verkfallið og verkbannið, ið rakar limirnar í Pedagogfelagnum, merkist um alt landið. Og tí varð skipað fyri einum serligum tiltakið í Klaksvík í gjár. Og vit vóru á staðnum, har tosað varð við bæði stór og smá. Hvussu fært tú loyst eina ósemju, og hvussu kann naggatódnin gerast enn truplari Hesar og aðrar spurningar viðgera vit saman við Turið Debess Hentze, ið er advokatur og mediator, og Jákup Danielsen, ið er fyrrverandi formaður í Starvsmannafelagnum. Hvussu loysa vit ósemjuna millum Pedagogfelagið øðrumegin og Lønardeildina og Kommunufelagið hinumegin Henda spurningin seta vit løgtingsmonnunum Djóna Nolsøe úr Javnaðarflokkinum og Kaj Leo Johannesen úr Sambandsflokkinum. Klokkan fýra hittast umboð fyri Fakfelagssamstarvið, ið verður myndað av Havnar Arbeiðskvinnufelag, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Akademikarafelag Føroya, Starvsmannafelagið, Lærarafelagið, og Føroya Pedagogfelag, í Smæruni. Og í seinasta tímanum fara vit oman at fregnast. Tú kanst hoyra sendingina her Tað hevur stóran týdning fyri okkum, at vita, at vit ikki eru einsamøll. Tað sigur Jógvan Philbrow, formaður í Føroya Pedagogfelag, nú fakfeløg hava fundast um nakað stuðulstiltak skal setast í verk. Samrøðan var gjørd í steðginum. Seinni komu fakfeløgini ásamt um, at gera eina felags yvirlýsing. Almannaverkið heldur seg ikki hava borið skeivar upplýsingar, tá tey kunnaðu Lønardeildina um, at ein ungur maður hevur sitið í varðhaldinum í Klaksvík, tí barnaverndarstovnurin, sum skuldi verið um hann, er stongdur. Stjórin í Almannaverkinum heldur, at orðið varðhald kann tulkast ymiskt, og tí heldur hann seg ikki hava villeitt Lønardeildina og almenningin. Talan er um ein 20 ára gamlan mann, sum tann 2. januar varð handtikin fyri smærri stuldur. Hóast maðurin er yvir 18 ár hevur hann tilknýti til ein barnaverndarstovn undir Almannaverkinum. Í tíðindaskrivi frá løndardeildini í fíggjarmálaráðnum kundi man fríggjadagin lesa um tær avleiðingar, sum verkfallið intil víðari hevði havt á brúkarar hjá Almannaverkinum. Millum annað stóð, at ein ungur maður hevði sitið í varðhaldi, tó barnaverndarstovnurin, sum skuldi vara av honum var stongdur. Tað vísit seg, at maðurin ikki var varhaldsfongslaður, men var tikin inn á støðina og síðani leyslatin. Spurdur hvussu hann kann vita, at maðurin hevur forbrotið seg vegna verkfallinum, sigur Edvard Heen, at hann var í eini sera góðari menning, men nú fær hann ikki longur tey tilboð, sum hann plagdi, vegna verfallið. Føroya Fedagogfelag fær dyggan stuðul frá fakfeløgunum á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Í kvøld sendu 31 fakfeløg út eina yvirlýsing, har tey vísa Føroya Pedagogfelag sín stuðul og krevja, at Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið nú loysa trætuna. Yvirlýsingin varð skrivað á fundi millum feløgini í Smæruni í Havn seint seinnapartin. Undir yvirskriftini Loysið nú trætuna skriva tey 31 fakfeløgini Undirritaðu 31 fakfeløg vísa Føroya Pedagogfelag sín treytaleysa stuðul og krevja at Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið taka ábyrgd og fara aftur til samráðingarborðið og loysa sáttmálatrætuna. Føroya Pedagogfelag og fakfeløgini øll hoyra í miðlunum, at almenni arbeiðsgevarin ynskir samráðingar, men er veruliga ynski um tað, so er at vísa tað í verki. Megnar Lønardeildin ikki at samráðast vegna fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, so mugu landsstýriskvinnan og forkvinnan í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum taka um endan og loysa málið. Tað, sum higartil er komið fram umvegis almenn úttalilsir, fremur ikki málið, og nú mugu tey, sum standa við ábyrgd, taka um endan. Fakfeløgini átala harðliga, at Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið brúka ivasamar skuldsetingar og áhaldandi brúka miðlar, gerðarrættin og onnur óviðkomandi amboð ístaðin fyri at samráðast og loysa málið. Lønardeildin og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið er almenni og kommunali samráðingarparturin og eru sett at tæna okkum løntakarum, og sum vit øll rinda fyri. Tí má minsta kravið vera grundleggjandi virðing og at farið verður siðiliga fram. Framferðarhátturin leingir bara ósemjuna og ger tað trupult at skula samstarva framyvir, tí álitið verður so grundleggjandi skeiklað. Við fakfelagskvøðu Ergoterapeutfelagið, Fysioterapeutfelag Føroya, Starvsmannafelagið, Bioanalytikarafelagið, Føroya Fiskimannafelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Yrkisfelagið Miðnám, Maskinmeistarafelagið, Føroya Skipara og Navigatørfelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Ljósmøðrafelag Føroya, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Akademikarafelag Føroya, Kost og Føðslufelagið, Búskapar og Løgfrøðingarfelag Føroya, Yrkisfelag teirra, ið starvast í tryggingar fíggjar kt og líknandi fyritøkum, Heilsuhjálparafelag Føroya, Heilsurøktarafelagið, Føroya Lærarafelag, S og K, Føroya Handverkarafelag, Arkitektafelagið, Føroya Verkfrøðingafelag, Samtak, Magistarafelag Føroya, Føroya Byggifrøðingafelag, Farmakonomfelagið og Føroya Tekniska Lærarafelag Óvissa valdar í Runavík og har um leiðir, eftir at Bakkafrost í gjár kunngjørdi, at helvtin av starvsfólkunum góðskingarvirkinum á Glyvrum verður søgd úr starvi, tí ov lítið er at gera. Í meira enn hálvt annað ár hava Tummas við Skipa og íverksetarar arbeitt við eini ætlan um nýtt telefonfelag, sum skal hava bíligari prísir. Dagur og Vika ætlaði at gera samrøðu við Jan Ziskasen, stjóra á Føroya Tele, men tað hevur ikki ligið fyri hjá honum, hvørki í dag ella i gjár. Um vikuskifti fara nakrar ungar, einligar kvinnur á eitt skeið, har tær kunnu læra at brúka pening og raðfesta, um tær hava fíggjarligar trupulleikar. Dorthe Gyldenkærne er lærari og psykoterapeut og hon skipar fyri skeiðnum. Hon hevur fyrr havt fleiri peningaverkstovur í Nepal, India, Litava og Cypern. Tá hava tað verið ymiskir málbólkar, bæði menn og kvinnur, og dagliga starvast hon eisini við ymiskum málbólkum og báðum kynum. Komandi vikuskiftið vil hon bert bjóða ungum, støkum kvinnum á eitt ókeypis skeið í staðin fyri at lata pening til vælgerandi endamál, sum nógv ljós varð varpað á undan jólum. Viðkomandi lurtivarðhald er ein partur av einum størri, altjóða høpi av Listening Posts, ið fer fram samstundis í fleiri enn 30 londum. Hvørt lurtivarðhald verður samskipað av OPUS við tí ætlan, at allar frágreiðingarnar frá luttakandi londunum verða samansettar í eina endaliga frágreiðing sum staðfestir, hvussu ymisku altjóða luttakararnir uppliva heimin anno 2018. Morgunsendingin skiftir orð við Annilisu Arge Klevang, forkvinna í NOV, Netsamstarv fyri Organisatiónssálarfrøði í Verki, og Tóru Petersen, sálarfrøðing. 25 ár eru farin síðan Poul Jákup Thomsen tók við sum stjóri í Føroya Symfoniorkestri. Orkestrið hevur ment seg nógv seinastu nógvu árini og tað sær eisini út til, at spælararnir trívast væl tá symfoniorkestrið er samlað. Poul Jákup setti sær nøkur mál, tá hann bleiv settur sum stjóri í symfoniorkestrinum og hann heldur seg hava rokkið teimum flestu málunum. Fráfarandi stjórin, Poul Jákup Thomsen, er gestur í morgunsendingini. Eisini hoyra vit eitt brot úr byrjanini til verkið Carmina Burana hjá Carl Orff. Hvussu royndist farna ár í tónleikinum, hvørji rák hómast, hvussu eru lurtivanar nú í mun til fyrr, og hvørja ávirkan hava tøkni og stroyming. Eina ferð varð tosað um eina goymslu, síðan varð tosað um ansing, og nú verður tosað um menning. Pedagog yrkið og námsfrøðin er nógv broytt tey síðstu 100 árini. Spurningurin er, um vit vita nóg væl, hvat ein pedagogur er, og hvat hann ger. Hvør er bakgrundin, hvør er søgan, og hvør er støðan hjá pedagogum í dagsins samansetta samfelag. Annika Antoniussen, útbúgvingarleiðari, Sigrið Vesturgarð, lektari í námsvísind, og Jóhannes Miðskarð, ph.d., greina økið fyri okkum. Innslagið varð sent í Nón tann 8. januar, tá tematýsdagurin millum annað var um námsfrøði og arbeiðssteðgin hjá pedagogum. Aksel. V. Johannesen og Lars Løkke Rasmussen fara at tosa um millum annað uttanríkispolitisku lógina, stjórnarskipanina og um norðurlandamál. Grønlendska landsliðið skal vera við í stóru PANAM kappingini í Grønlandi í juni. Har verður spælt um trý pláss í heimsmeistarakappingini. Londini í ES mugu lata meira til felagsvirksemið. Tað eru greiðu boðini frá formanninum í ES nevndini, Jean Claude Juncker, nú ES fer undir at leggja enn eina langtíðarætlan. Eingin vil rinda meir, og eingin vil missa nakað, men tað verður torført, tá eitt av limalondunum, sum letur nógv til ES, ikki er við longur, segði hann. Bretland letur millum 90 og 100 milliardir krónur til ES um árið. Landið fær nakað aftur, men samanlagt letur Bretland umleið 67 milliardir krónur til samveldið. Nú er gjaldið til ES umleið eitt prosentstig av bruttotjóðarúrtøkuni hjá limalondunum, men tað verður ikki nóg mikið, tá Bretland er farið burturúr, í mars næsta ár, sigur ES nevndin. Tí er neyðugt at hækka gjaldið upp í 1,1 prosentstig av bruttotjóðarúrtøkuni. Fíggjarætlanin hjá ES fyri í ár er 1.200 milliardir krónur. Umleið 70 prosent av pengunum fara til landbúnaðar og økisstuðul í ymsu londunum. Samstundis verður mett, at fleiri pengar skulu nýtast til migrantar, stríðið ímóti yvirgangi og felags verjuskipanina, sum ES londini arbeiða við og samveldið skal eisini gerast meira kappingarført í digitalu kappingini sum er í heiminum. Meirilutin í Tvøroyar býráði hevur boðið minnilutanum fýra formanssessir í nevndunum í býráðnum, tað vil siga ein sess afturat teimum, sum minnilutin nú hevur og tók sær eftir valið, tá hann skipaði meiriluta. Men sambært Javnaðarflokkinum í býráðnum á Tvøroyri á Facebook er minnilutin ikki nøgdur við hetta. Hann krevur tríggjar formanssesir, borgarstjóran og varaborgarstjóran. Innlendismálaráðið hevur onga kæru fingið um borgarstjóran á Tvøroyri, sum uttan grundgeving hevur útsett býráðsfundin, sum sambært lýstu fundarskránni skuldi vera 8.januar. Meirilutin í býráðnum vísir til kommunustýrislógina í brævi til borgarstjóran og kommunustjóran á, at samtykta fundarætlanin, sum er kunngjørd á heimasíðuni hjá Tvøroyrar kommunu, er bindandi. Nólsoyingar kvøða Harpurímu. Óli á Geilini skipar Dvørgamoy, fyrsta tátt, í dansi á kyndilsmessu á Eiði í 2015, Dansifelagið á Látrinum, Tøkum Lærr og Dansifelag Kaggans kvøða. Høgni Mohr skipar Brynhildartátt í Dansifelagnum í Havn. Í dansi í gamla útvarpinum á Bryggjubakka skipar Martin Tórgarð Harra Pætur og Elinborg. At enda skipar Sigmund Danielsen Kong Hans í dansi í Nólsoy í 1959. Vøggustovur og barnagarðar eru stongdir vegna verkbanni frá Kommunuala Arbeiðsgevarafelagnum, men kommunalu dagrøktirnar eru opnar enn, tó uttan leiðarar, tí pedagogarnir eru í verkfalli. Føroyar og Danmark eru samd um at seta ein arbeiðsbólk, sum skal koma við uppskotum um broytingar í uttanríkispolitisku heimildarlógini. Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, eftir fundin við forsætisráðharran, Lars Løkke Rasmussen, í dag. Forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, skrivar í almennum tíðindabrævi, at hann og løgmaður avráddu, at lóggávur í Føroyum, har danska ríkið hevur ábyrgdina, skulu dagførast, og at tað skal gerast í tøttum samskifti millum føroyskar og danskar myndugleikar. Forsætisráðharrin skrivar einki um, hvat hann sipar til meira ítøkiliga. Eitt undirvísingarstýrið verður skipað, sum skal taka sær av fyrisitingarligu rakstraruppgávunum, sum annars hava verið í Mentamálaráðnum. Tað vil siga, at uppgávur og starvsfólk innan útbúgvingarøkið, sum ikki eru beinleiðis tengd at politisku umsitingini, verður flutt úr Mentamálaráðnum. Tað er serliga rakstrarliga fyrisitingin av fólkaskúlanum, og í ávísan mun eisini miðnámsskúlum og øðrum pørtum av undirvísingarverkinum. Studni, Yrkisdepilin, Musikkskúlin og Próvstovan verða knýtt at Undirvísingarstýrinum fyri at fáa størri samskipan og samanhang í rakstrarligu fyrisitingina. Føroya Pedagogfelagið hevur fleiri ferðir sagt, at lønin hjá námsfrøðingum er afturúrsigld, og at lønin skal líkjast meira lønini hjá øðrum fakbólkum við bachelor útbúgving. Men Akademikarafelagið, sum hevur nógv best løntu bacholararnar, ætlar at krevja líka stóra lønarhækking, bæði fyri bachelorar og aðrar limir, sum sjúkrarøktarfrøðingarnir fingu í november, sigur Suni Joensen, formaður í Akademikarafelagnum. Tað sama sigur Jóan Pauli Helgason, formaður í Búskapar og løgfrøðingafelagnum. Búskapar og løgfrøðingafelagið hevur tó nógv færri bachelorar í sínum felag, tí felagið vil eggja limum sínum at taka útbúgving á minst 5 ár. Lærarafelagið tykist at vísa meira forstáilsi fyri námsfrøðingunum, og fer ikki eftir somu lutfalsligu lønarhækking, sum sjúkrarøktarfrøðingarnir fingu í november. Kortini leggur Herálvur Jacobsen, formaður í lærarafelagnum dent á, at væntanirnar um lønarhækking eru vaksnar sera nógv síðan sjúkrarøktarfrøðingarnir brutu við sonevnda leistin sum Kristina Háfoss vildi leggja í oktober mánað. Tí fer lærarafelagið nú eisini eftir eini nógv hægri lønarhækking, enn ætlanin var áðrenn sjúkrarøktarfrøðingarnir skrivaðu undir.Eisini Annfinnur Garðalíð, sum er formaður í Skipara og Navigatørfelagnum, segði við útvarpið í gjár, at hann stuðlar Pedagogfelagnum í sínum stríði, men hann fór ikki at krevja minni. Eingin av teimum fakfelagsformonnunum, sum útvarpið hevur tosað við seinnapartin vil vita av lønarhækking í krónum. Tað skal vera í prosentum, siga teir. Í Runavík er aftur gjørt klárt til ársins Jól við Løkin konsert. Fjórða árið á rað er henda vælumtókta konsertin í Løkshøll. Kór og solistar syngja jólasangir og sálmar saman við húsaorkestrinum í sera jólaligum og hugnaligum umhvørvi. Tey, sum syngja við í ársins Jól við Løkin konsert eru Svein Thomsen Guðrun Sólja Jacobsen Tórfríð Tavsen Albin Rasmussen Beinta Atladóttir Petur Hans Hansen Maria á Lakjuni Heðin Askham Terje Vestergaard VOX Húsaorkestur Jákup Justinussen Dávid í Lág Pauli Reinert Hansen Magni Huusgaard Høgni Klakkstein Jens Súni Hansen Ólavur Olsen Eirikur Skála Johan Hentze Eingin avtala hevur verið millum Fjølrit og føroysku myndugleikarnar seinastu trý árini, meðan tey hava verið í eini tilgongd at yvirtaka lógina um upphavsrætt. Men nú hevur Mentamálaráðið gjørt eina avtalu við Fjølrit, sum inniber, at Mentamálaráðið rindar 250 krónur fyri hvønn næmingin á Miðnámi og 500 krónur fyri hvønn næmingin á hægri lesnaði. Fjølrit hevur skotið upp, at kommunurnar gjalda 300 krónur fyri hvønn næming í fólkaskúlanum, og at tann upphæddin er við øllum kopivirksemi í kommununi eisini frítíðarskúlar og musikskúla, men enn er eingin avtala við kommunurnar. Í september sendi Fjølrit ein teldupost til mentamálaráðið, har upphæddin 500 túsund krónur um árið í alt 1,5 milliónir krónur verða nevndar. Grein 25 nevndin fór av álvara til arbeiðis týsdagin. Heðin Mortensen, formaður hevur sum mál at leggja álit fram uttan viðmerkingar til flestu lógargreinarnar, men er neyðugt við útgreinan av einstøkum greinum fyri at røkka semju, so verður tað gjørt. Nevndin hevur deadline á ólavsøku, men semjan má vera stór, tí eingin fólkaatkvøða verður við bara teprum meirluta í tinginum, sigur formaðurin. Hann er samdur við løgmanni um, at stjórnarskipanin er ein týðandi varði, sum verður stórt frambrot fyri borgarar og land. Luttakarar Heðin Mortensen, Kári P. Højgaard, Annita á Fríðriksmørk, Bárður á Steig Nielsen, Jørgen Niclasen, Hanna Jensen, Sonja Jógvansdóttir og Bill Justinussen Forboðið kemur eftir boðum frá Ali Khamenei, ayatollah, sum vil vera við, at um børn læra enskt, so kann tað hava við sær óhepna ávirkan úr vesturheiminum. Í barnaárunum skal øll læra byggja á iransk virðir, eru boðini. Vanliga læra børn í Iran ikki enskt fyrr enn tey eru 12 14 ára gomul, men seinastu árini eru fleiri skúlar farnir undir at geva børnum frálæru í enskum, sum eru yngri enn tað. Fólk sum hava ráð, hava harumframt sent børnini til undirvísing í eneskum nógv fyrr, ofta meðan tey eru á barnaansingarstovni. Khamenei, ayatollah, hevur fleiri ferðir funnist at, at børn alt ov tíðliga læra enskt, tí tað kann føra til eina mentanarliga kollvelting. Myndugleikarnir siga, at avgerðin um, ikki at undirvísa børnum í enskum, einki hevur við ógvusligu mótmælini sum vóru um ársskiftið at gera, men leiðarar í kollveltingarherinum siga, at tað vóru fremmandir fíggindar sum skipaðu fyri mótmælunum. Myndugleikarnir upplýsa, at 22 fólk lótu lív, og at yvir 1.000 fólk vórðu tikin í mótmælunum, sum vóru í 80 býum. Aðrar keldur siga, at næstan 4.000 fólk vórðu tikin. Hóvligi iranski forsetin, Hassan Rouhani, sigur, at tey ungu hugsa ikki sum tey eldru, og teirra krøv eru nógv, bæði pengalig, polittisk og sosial. Hann vísti á, at tað vóru tey ungu sum mótmæltu, og tey flestu vóru udnir 25 ár. Vit kunnu ikki velja teirra hátt at liva uppá, tí teirra sjónarmið um lívið og heimin, eru øðrvísi enn okkara, sigur 69 ára gamli forsetin. Lógin ásetur tær skyldur, sum eru galdandi í viðurskiftunum millum fólk og djór, bæði vill djór og djór, sum eru í varðveitslu hjá fólki. Spurningurin um at endurskoða djóraverndarlógina hevur verið frammi við jøvnum millumbilum, men bara smærri broytingar eru gjørdar farnu 30 árini, sigur Vinnumálaráðið. Alt fleiri fólk fáa sær kelidjór ella stuttleikadjór, eisini við aling og sølu fyri eyga, stendur í viðmerkingunum hjá Vinnumálaráðnum. Leonard Bernstein var borin í heim 25. august 1918. Hann var bert 25 ára gamal tá hann fyrstu ferð stjórnaði New York Philharmonic. Dirigenturin, sum skuldi stjórna, Bruno Walter, bleiv sjúkur og so var Leonard Bernstein biðin at fara upp at stjórna. Jóannes Andreasen greiðir frá hesum og nógvum øðrum um Leonard Bernstein í samrøðu í sendingini Góðan morgun, Føroyar. Andrea Árting var komin væl upp í árini, tá hon í ringastu tíðunum í 30 unum púra óvæntað gjørdist forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag. Kreppan hevði við sær, at fakfeløgini vóru undir trýsti. Hetta nervaði tó ikki Andreu. Hon var órødd, og hon segði altíð tingini beint fram sama, hvar ið hon var. Við sínum eyðsýnda sosiala tilviti gjørdist hon ein ímynd fyri fakfelagsstríðið í Føroyum í 20 øld. Alt sítt vaksna lív setti hon rættindini hjá kvinnum í brennidepilin. Hóast hon ongantíð sat á tingi, so virkaði hon í roynd og veru sum ein sosialpolitikkari. Lønin hjá arbeiðskvinnunum var størsta partin av 20 øld væl lægri enn hjá monnunum. Hetta setti Andrea sær fyri at broyta. Í 1977 rakk hon loksins úrslitinum, at kvinnur og menn skuldu fáa líka løn fyri sama arbeiði.Tá hon seinni sama árið legði frá sær sum forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag, var hon 85 ára gomul. Lagt til rættis Ivan Hentze Niclasen. Fiskurin skal í land í Føroyum, so fyrra túrin fara skipini inn til Bay Roberts í Nýfundlandi at landa. Higar eru okkurt um 300 fjórðingar at sigla av fiskileið. Í sínum hoyringarskrivi um kunngerðina um fiskiskpain á Flemish Cap í 2018 biður Fiskivinnuráðið landsstýrismannin hava hetta í huga næsta ár, so skipini tá fáa egnar kvotur. Reiðarafelagið vil hava undantak frá kravinum um, at alt skal avreiðast í Føroyum, tá fiskað verður á fjarleiðum, eitt nú á Flemish Cap. Meirilutin í býráðnum á Tvøroyri sendi fyrrapartin borgarstjóranum og kommunustjóranum eina áminning um eykabýráðsfundin, sum meirilutin bað um mánadagin. Sum skilst hevur borgarstjórin á Tvøroyri, Kristin Michelsen, vent sær til formannin í javnaðarflokkinum og samgonguleiðaran, Aksel V. Johannesen, um stríðið í býráðnum á Tvøroyri. Eg valdi at gera sendingarnar um júst Fugloynna, tí eg hevði ongantíð verið har fyrr, og harafturat haldi eg, at tað er har, at Føroyar eru allarmest føroyskar, sigur Anders Lund Madsen, sum annars hevur verið í Føroyum í fleiri umførum seinastu 25 árini. Vit gjørdu ikki so øgiliga nógv, tá upptøkurnar vóru lidnar um dagarnar. Vit sótu og hugdu, gingu eitt sindur runt, og tað var tað, sigur Anders Lund Madsen, sum dámar væl hetta slagið av sjónvarpi Eg havi ongantíð verið í Suðuroy, og eg havi hoyrt, at fólkini har eru øðrvísi, so tað vil eg fegin kanna. Eisini kundi eg hugsað mær at farið í Kallsoynna og Mykines, sigur Anders Lund Madsen. Lone Hørslev er danskur rithøvundur, sum elskar at kasta seg út í øðrvísi verkætlanir. Fyrra tíman tosa vit við Lone Hørslev um at sameina tónleik og lýrikk, og um hennara nýggja stuttsøgusavn Ein ordentlig mundfuld . Í seinna tímanunum vitja vit bókahandlar, og vit spyrja, hvørjar bøkur seldu serliga væl í árinum, sum fór, og hvørji rák gera seg galdandi. Johanne Boholm er finnlandsvenskur rithøvundur, sum býr í Álandi. Hon debuteraði í 2013 við bókini Bygdabók, ið var tilnevnd til norðurlendsku bókmentavirðislønina. Bókin Jag r Ellen , sum kom út í 2106, varð somuleiðis tilnevnd bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. Vit hitta Johanne Boholm til eitt prát um at liva og skriva sum finnlandssvenskur høvundur í Álandi. Erla Marr Erlandsdóttir býr á Rásini, sum er ein eftirskúli til ung við menningartarni. Men nú er gerandisdagurin steðgaður upp orsakað av verkfallinum hjá pedagogunum. Eg samskifti eisini við hinum næmingunum á Rásini, og tey eru líka kedd sum eg. Hetta verkfallið má steðga, sigur Erla, sum hevur kett seg ein mána heima hjá foreldrunum. Bæði námfrøðingar, hjálparfólk, leiðarar, børn og onnur, ið stuðla pedagogfelagnum, savnaðust til mótmælistiltak á Tinghúsvøllinum. Fakfelagssamstarvið skipaði fyri fundinum í Smæruni. Í samstarvinum eru Starvsmannafelagið, Føroya Lærarafelag, Føroya Pedagogfelag, Føroya Sjúkrarøktarfrøðifelag, Akademikarafelagið og Havnar Arbeiðskvinnufelag. Fráboðanirnar um 24 tíma samhugaverkfall verða handaðar Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum á middegi í morgin. Annika Olsen, forkvinna í Kommunala arbeiðsgevarafelagnum, vil ikki átaka sær ábyrgdina einsamøll av støðuni, sum er íkomin av verkfallinum og verkbanninum hjá pedagogunum. Hann vil ikki gera samrøðu, tí Fjarskiftiseftirlitið viðger eitt mál millum Tummas við Skipá, sum arbeiðir við eini ætlan um eitt nýtt lágprís telefonfelag, og Føroya Tele. Tað er ein spurningur, sum nógv hevur verið kjakast um á sosialu miðlunum, síðani myndir av støðini vórðu at síggja alment fyrr í vikuni. Tað kom sum ein skelkur, tá ið Bakkafrost segði 147 fólkum úr starvi. Vit hava verið inni á Glyrvrum og hitt stjóran á Bakkafrosti, Regin Jacobsen, til eitt prát um bakgrund fyri uppsøgnunum og tær avbjóðingar, sum standa fyri framman hjá føroyska alirisanum. Í gjár hittust fólk at reflektera um, hvat hendir í føroyska samfelagnum samstundis gjørdu fólk í 30 londum tað sama. Fyriskipararnir Tóra Petersen og Dánjal Samuelsen vóru í útvarpsstovuni og greiddu frá, hvørji rák og hvørjir tankar røra seg í føroyingum beint nú. Hósdagsgesturin er nýggjur táttur í sendingini. Fyrsti gesturin í hesum táttinum var Jógvan Philbrow, formaður í Føroya Pedagogfelag. Og í Eygleiðingini varð kavað niður í verkfallið, sum koyrir á fimtu viku. Georg L. Petersen, blaðstjóri, og Siri Tórgarð, ráðgevi, viðgjørdu taktikk, lønarmun og útlit fyri eini semju. Vit høvdu vænta minni eftirspurning, men at summir keyparar fóru frá 100 og niður á null, høvdu vit ikki roknað við, sigur Regin Jacobsen. Í 25 ár hevur Bakkafrost framleitt frystar laksaportiónur, men tey seinastu tvey árini hevur henda framleiðslan givið hall, fimm krónur í miðal fyri hvørt kilo at frystum laksi. Vit hava roynt at fingið nyggjar sáttmálar til ein betri prís, men kundarnir hava valt at keypa bíligari aðrastaðni, sigur Regin Jacobsen. Kappingin er harðna á laksamarknaðinum. Bæði Kili og Noregi hava økt um framleiðsluna og hetta leggur trýst á tær frýstu vørurnar. Tað eydnaist ikki Bakkafrost at endurnýggja sølusáttmálar til rætta prísin, tí varð neyðugt at siga 147 fólkum úr starvið. Arbeitt verður við at fáa nýggjar sáttmálar í hús, so uppsøgdu fólkini kunnu koma til arbeiðis aftur á Bakkafrost. Vit hava havt eina longri samrøðu við stjóran, Regin Jacobsen, um bakgrundina fyri íkomnu støðuna og framtíðina hjá føroyska alirisanum. Hósdagin er so byggingin hjá Almannamálaráðnum á skránni. Byggjast skulu barnaheim, tveir vardir bústaðir í Havn og heim til ung við autismu. Annar er um røkt og tænastutilboð til røktarkrevjandi fólk, sum eru yngri enn 67 ár, og hin er um rækjufiskiskap við Svalbard og í russiskum sjógvi. Stuðul kann latast feløgum, bólkum og einstaklingum til leikrit, tónasmíð, leikstjórnan, framførslur. skeið og til at keypa útbúnað og sakkøna hjálp. Jógvan Philbrow hevur eitt øðrvísi eftirnavn, sum stavar frá einari bretskari oyggj. Hann hevði ein fjakkandi men góðan barndóm. Hann setir orð á, hvør var ein serligur umsorganarpersónur, og hann hevur serliga tokka til tveir lærarar, ið gjørdu mun hjá honum. Í hesari vangamyndini fært tú svar upp á aðrar spurningar frá Jógvani Philbrow, enn tú annars vanliga hoyrir. Jógvan var hósdagsgestur í Nón Tórshavnar býráð samtykti í november 2015 at byggja Høllina á Hálsi út til dupulthøll, soleiðis at fullur hondbóltsvøllur kemur aftrat. Harumframt verða bygd høli til judo og borðtennis, so hesar ítróttagreinir fáa bestu umstøður. Dupulthøllin skal eisini kunna veita umstøður til aðrar ítróttagreinir, til finalur og til størri altjóða kappingar. Høllin kemur at hava pláss fyri umleið 1800 áskoðarum á verandi áskoðaraplássum, umframt tveimum áskoðarapallum, sum kunnu flytast. Eitt nú til konsertir kann roknast við plássi fyri 2500 3000 áhoyrarum, alt eftir uppseting. Dánjal Samuelsen, sum er leiðari fyri allar hallirnar í Tórshavnar kommunu, sigur, at arbeiðið hevur gingið sera væl og at nýggju hallirnar vera klárar til steypafinalurnar hálvan februar. Sást tú nýggjárskonsertina í Norðurlandahúsinum leygatkvøldið, legði tú kanska merki til eitt nýtt andlit í Føroya Symfoniorkestri. Millum klokkan 20 og 22 verður nýggja video og ljóðinstallatiónin hjá listamanninum Jens L. Thomsen víst á einum veggi í móttøkuni. Hoyr samrøðu við Herálv Jacobsen, formann í Lærarafelagnum og talsmann fyri Fakfelagssamstarvið tað eru Starvsmannafelagið, Føroya Lærarafelag, Føroya Pedagogfelag, Føroya Sjúkrarøktarfrøðifelag, Akademikarafelagið og Havnar Arbeiðskvinnufelag Hesi 21 fakfeløg fara í samhugaverkfall mánamorgunin Maskinmeistarafelagið Ljósmøðrafelag Føroya Heilsurøktarafelagið Ergoterapeutfelagið Magistarafelag Føroya Føroya Tekniska Lærarafelag Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar Starvsmannafelagið Bioanalytikarafelagið Heilsuhjálparafelag Føroya Føroya Handverkarafelag Landsfelag Handverkaranna Yrkisfelagið Miðnám Føroya Lærarafelag Havnar Arbeiðskvinnufelag Fysioterapeutfelag Føroya Føroya Verkfrøðingafelag Føroya Byggifrøðingafelag Arkitektafelagið Skipara og Navigatørfelagið Starvsmannafelagið, sum er størsta fakfelagið á almenna arbeiðsmarknaðinum, avmarkar tó sítt samhugaverkfall til hesar stovnar undir landinum Almannamálaráðið bert aðalráðið sjálvt Almannaverkið Dugni Fíggjarmálaráðið bert aðalráðið sjálvt Fiskimálaráðið bert aðalráðið sjálvt Heilsu og Innlendismálaráðið bert aðalráðið sjálvt Heilsufrøðiliga Starvsstova bert eftirlitisfólkini Løgmansskrivstovan bert aðalráðið sjálvt Føroya Løgting Mentamálaráðið bert aðalráðið sjálvt Samferðslumálaráðið bert aðalráðið sjálvt Skúlin á Trøðni Strandferðslan bert siglandi fólki vísandi til 45a um minimum sigling Uttanríkis og Vinnumálaráðið bert aðalráðið sjálvt Samstundis boðar Starvsmannafelagið í serskiltari fráboðan til Kommuna Arbeiðsgevarafelag frá tilsvarandi samhugaverkfalli fyri allar limir felagsins, sum arbeiða hjá kommununum, kommunalum felagsskapum og kommunalum dagrøktarskipanum. Við nykinum við Leitisvatni sum dømi helt hann, at listin, sum tað almenna bíleggur til almenna rúmið, er í alt ov stóran mun tilvildarlig og vánalig við øðrum orðum kitsch. Fyrsta innslag er samrøða við Kim Simonsen, rithøvund, ið heldur, at alt ov nógv bíleggingarlist í almenna rúminum er tilvildarlig og kitsch. Hetta er síðsti partur av triologiini, sum byrjaði við EPini Vilst er síðsta fet í 2010, helt fram við Evst í 2013 og nú endar við Támsins likam. Amtmaðurin F. F. Tillisch hevur tikið stig til sparikassan, sum hevur til endamáls at hjálpa vanliga føroyinginum at festa búgv. Í 74 ár var Sparikassin einasti peningastovnur í Føroyum. 1991 Føroya Sparikassi verður umfevndur av banka og sparikassalógini. Sparikassin kann nú veita lán til vinnumál, og harvið átaka sær bæði størri váða og fáa størri vinning. 1999 12. februar í 1999 verður Marner Jacobsen forstjóri í Sparikassanum. Hann hevur verið stjóri í Sparikassanum síðan 9. oktober 1998. Føroya Sparikassi ger sína fyrstu íløgu uttanlands, tá Sparikassin keypir 4,13 prosent av partabrøvunum í Kaupthing fyri 40 milliónir krónur. 2001 5. apríl í 2002 verður Sparikassin umskipaður til eitt partafelag. Partaeigararnir hava tó ikki beinleiðis ávirkan á nevndina í bankanum, tí bankin brúkar eina Umboðsráðskipan. Sparikassagrunnurin verður stovnaður. Eginkapitalurin hjá Føroya Sparikassa á 809 milliónir krónur verður fluttur til grunnin, sum upprunaliga eigur øll partabrøvini í Sparikassanum. 2004 Í samband við at Kaupthing keypir øll partabrøvini hjá FIH Erhvervsbank í Danmark, verður avtalað, at Sparikassin yvirtekur Kaupthing í Danmark við árslok 2004 og fær bankin navnið Eik Bank Danmark í januar 2005. Eik 11 faldar sítt yvirskot í Danmark uppá trý ár og ársúrslitið er 81,9 milliónir krónur. Ársúrslitið í 2004 var 7,2 milliónir, og Eik er á einum 15. plássi yvir størstu bankarnar í Danmark. Eik Grunnurin hevur yvir 600 milliónir krónur í yvirskoti í 2007. Eginognin hjá grunninum er 1,9 milliardir krónur. Hetta er tvífalt so nógv sum í 2005, tá grunnurin hevði 950 milliónir krónur í eginogn. 2008 24. oktober í 2008 selur Eik Banki síni Spron partabrøv til Eik grunnin fyri 40 milliónir krónur. Spron partabrøv vóru annars tikin av íslendska partabrævamarknaðinum 7. oktober. Eik Banki hevur eitt hall uppá 400 milliónir krónur. í 2008. Árið fyri hevði bankin eitt yvirskot uppá meira enn 400 milliónir krónur. 2009 17. mars í 2010 verður Eik grunnurin trygd fyri, at Eik Banki verður partur av einari danskari statstrygd uppá góðar níggju milliardir krónur. 28. september almannakunnger Finanstilsynet eina frágreiðing um Eik Banka og krevur, at bankin fær fluttar 2,6 milliardir krónur áðrenn 30. september klokkan 18 00. 30. september verður alt virksemið hjá Eik Banka avhendað til Finansiel Stabilitet, sum er statsogn og varð stovnað í 2008 fyri at tryggja fíggjarligt støðufesti í Danmark og hjálpa bankum í neyð. 2012 13. september í 2012 stevnir Finansiel Stabilitet leiðsluni, nevndarformanninum og føroyska grannskoðaranum í gamla Eik Banka eftir 150 milliónum krónum í endurgjaldi. Stevningin kemur í kjalarvørrinum av kanningini, sum danski advokaturin, Carsten Fode, gjørdi av viðurskiftunum í gamla Eik Banka. Tey stevndu eru Marner Jacobsen, forstjóri, Bjarni Olsen, stjóri, Frithleif Olsen, nevndarformaður til 2010, Odd Bjellv g, næstformaður og seinni formaður, Hans Laksá, grannskoðari, og grannskoðarafelagið Nota. 2018 18. november 2019 Marner Jacobsen, Odd Bjellv g og Frithleif Olsen eru dømdir at gjalda 150 milliónir krónur til Fíggjarligt støðufesti. Bjarni Olsen er frídømdur. Teir tríggir, sum eru dømdir, hava fýra vikur at kæra dómin í. Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, vónar, at lønarnevndin, sum er sett at kanna almenna lønarlagið, kann mæla til eina felags lønarskipan fyri almenna arbeiðsmarknaðin. Vit fara frá dansiringi til aliring. Tað var ein av setningunum, sum sótu eftir, tá ið føroyingar reflektarðu um tíðina, vit liva í. Tóra Petersen og Dánjal Samuelsen greiða frá, hvørji rák gera seg galdandi. Tey umboða NOV Netsamstarv fyri Organisatiónssálarfrøði í verki ið skipaði fyri lurtivarðhaldi. Lurtivarðhald á enskum Listening Posts verður fyriskipað samstundis í 30 ymiskum londum. Vit práta eisini um, hvørjar hypotesur vóru framkallaðar fyri einum ári síðan, og hvussu hesar eitt nú kundu spáa um, at ein rørsla sum Metoo fór at gera vart við seg í 2017. Kristin Michelsen, tingmaður hjá Javnaðarflokkinum, kennir seg ikki bundnan av at atkvøða saman við Javnaðarflokkinum í løgtinginum. Góðan dagin Aksel V. Johannesen, løgmaður. Undirritaði Kristin Michelsen, Froðba, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, vil hervið boða Løgmanni og formanni fyri Javnaðarflokkin Aksel V. Johannesen frá, at eg Kristin Michelsen, løgtingsmaður frá ídag av, atkvøður mál fyri mál í Løgtinginum, og er ikki bundin at atkvøða saman við Javnaðarflokkinum, so leingi sum javnaðarumboðini í Tvøroyrar býráð ikki vilja samstarva við undirritaða. Undirritaði vil eisini vísa til at formaðurin í Suðuroyar norðara Javnaðarfelag Signar Dam alment og við telduposti til undirritaða dagfestur 14. november 2016 klokkan 20.52 váttar at Kristin Michelsen er valdur fyri Javnaðarflokkin og umboðar sostatt Suðuroyar norðara Javnaðarfelag á Løgtingi . Somuleiðis váttar Løgmaður í telduposti til undirritaða 13. november 2016 eg helt eg hevði svarað tær bæði munnliga og umvegis miðlarnar. Eg kann endurtaka tað her tú ert framvegis limur í Javnaðarflokkinum og ynsktur í Løgtinginum . Vinarliga Tvøroyri, 12. januar 2018 Kristin Michelsen Meddelelsesoversigt Sjampanjuproppar, fín klæði og gott undirhald er tað, sum eyðkennir nýggjárskonsertina hjá Føroya Symfoniorkestri. Men hvørjir tankar liggja aftanfyri, serliga tá talan er um nýskrivað verk, sum verða frumframførd Sunleif Rasmussen greiðir frá arbeiðsgongdini við ouverturuni til 35 ára føðingardagin hjá FSO, um, at hann í fyrstu atløgu valdi at vraka 14 daga arbeiði. Tú mást vera øgiliga sjálvkritiskur, skalt tú fáa tað besta burturúr , sigur Sunleif. Hoyr samrøðuna, sum varð send í Vikuskifti 12. januar, her. Samgongan fekk í dag eitt skot fyri bógvin, tá samgongu tingmaðurin Kristin Michelsen boðaði frá, at hann ikki longur kennir seg bundnan at atkvøða saman við samgonguni. Í brævi til Aksel V. Johannesen, løgmann og formann fyri Javnaðarflokkin, boðar Kristin Michelsen frá, at hann atkvøður mál fyri mál í løgtinginum. Víðari skrivar løgtingsmaðurin, at hann er ikki bundin at atkvøða saman við Javnaðarflokkinum, so leingi sum javnaðarumboðini í Tvøroyrar Býráð ikki vilja samstarva við seg. Útvarpið hevur seinnapartin tosað við Kristin Michelsen, løgtingsmann og borgarstjóra á Tvøroyri, men hann hevur ikki fleiri viðmerkingar og ynskir ikki at gera samrøðu við útvarpið. Støðan er óheppin, men eg ætli mær ikki at gera nakað í óðum verkum, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður og formaður í Javnaðarflokkinu, sum gevur sær sjálvum umhugsanartíð Kristin Michelsen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur í dag boðað Akseli V. Johannesen, løgmanni, frá, at hann fer at atkvøða fyri hvørjum máli sær í løgtinginum. Orsøkin er nevndarbýtið í Tvøroyrar býráð, nú Kommunulistin hjá Kristini Michelsen er komin í minniluta, og Javnaðarlistin hevur fingið meiriluta saman við einum býráðslimi, sum hevur tikið seg av Kommunulistanum. Aksel V. Johannesen, løgmaður og formaður í Javnaðarflokkinum, sigur, at hann umhugsar støðuna, men hann ætlar ikki at leggja seg út í nevndarvalið í Tvøroyrar býráð. Umboð fyri tey 21 fakfeløgini vóru í Fíggjarmálaráðnum í dag og handaðu Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, fráboðan um, at tey fara í samhugaverkfall. Ætlaða samhugaverkfallið mánadagin nervar ikki siglingina hjá Strandfaraskipum landsins til Fugloyar og Svínoyar, til Skúvoyar og til Nólsoyar. John William Joensen, blaðmaður á Norðlýsinum, hevur kært Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, tí hon ikki vil gera eftir boðum frá Løgtingins umboðsmanni. John William Joensen sigur í kæruni, at hann fekk tann 7.juli í fjør at vita, at Løgtingsins umboðsmaður hevði givið skarvin yvir í sambandi við kæru frá honum um framferðina hjá Heilsu og Innlendismálaráðnum. Hóast Løgtingsins umboðsmaður hevur álagt Heilsu og Innlendismálaráðnum at geva John William Joensen innlit í, hvørji evnafrøðilig evni, alivinnan sleppur at brúka og hevur brúkt seinastu nógvu árini, hevur hann ikki fingið hetta innlitið. Vónandi kann Landsstýrismálanevndin bera so í bandi, at Heilsu og Innlendismálaráðið aktar boðini frá Løgtingsins umboðsmanni, sigur John William Joensen í kæruni. Nýggj kunngerð frá Vinnumálaráðnum letur upp fyri øllum upplýsingunum, so fólk kunnu fylgja við, hvussu nógv og hvat medisin alararnir brúka. Birna Mørkøre, landsdjóralækni, sigur, at upplýsingarnar um medisinnýtsluna hjá alivinnuni fara at røkka aftur til oktober í fjør. Upplýsingarnar skulu annars dagførast dagliga og skulu í seinasta lagi vera á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni sjey dagar eftir, at tær eru tøkar hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Nýggi stjórin skal hava útbúgving frá lærdum háskúla, og annars hava starvsroyndir og kunnleika, sum kann setast í samband við starvið og virðisøkið á stovninum. Havstovan er vísindastovnur undir Fiskimálaráðnum, sum kannar livand tilfeingi og umhvørvið í føroyskum sjógvi og á havleiðum, har føroyska fiskivinnan hevur áhugamál. Tá tú veitir mathjálp í Føroyum er týdningarmikið at gera tað í tí stilla, tí fólk, sum tørva hjálpina, eru ikki glað fyri, at grannar og onnur vita av at tú kemur til teirra við hjálp. Annars vóru spurningarnir um ein lurtari skuldi útstilla ein kendan persón, sum snýtti hana, tá hon keypti ein brúktan lut á netinum, hvussu ein mamma kann hjálpa tannáringasoninum, sum brúkar alt ov nógvar pengar, og um tað er eitt gott hugskot at kalla upp eitt barn, tá eldru børnini ikki eru uppkallaði. Vit tosa við 19 ára gamla Róa Dam Dalsgarð, ið setti pengar í Bitcoin, meðan hesar enn vóru bíligar, Jóhonnu Ó. Joensen og Hildur S. Eliasen, sum báðar eru 16 ára gamlar, og arbeiða heilt fitt. Liljan Djurhuus, leiðari í ungdómsdeildini í Betri banka, greiðir frá um gjaldskort og góðar vanar, og eisini fingu vit eitt prát við umboð frá Posta og Taks um tað, sum tey ungu keypa á netinum. Hevur tú eitt nýggjárslyfti aftur í ár Kanska tað sama lyfti sum í fjør Vit spyrja Erling Fles, sálarfrøðing, um tað er eitt gott hugskot við nýggjárslyftum, ella um til ber at gera okkurt annað í staðin. Jákup Jakobsen, stjóri í Yndi, sigur frá, hvussu januar mánaði kennist í venjingarmiðstøð, og so kappast vertirnir um at gera flottastu kransakøku til nýggjárið, og lurtararnir eru dómarar. Vantandi verður farið undir at skriva semingsuppskot í kvøld, og tað verður lagt fyri partarnar eina ferð seint í kvøld ella í nátt. Kristin Michelsen fer ikki at atkvøða við samgonguni í løgtinginum, men tekur støðu frá máli til mál, tí hann hevur mist meirlutan í býráðssamgonguni á Tvøroyri. John Johannesen, politiskur viðmerkjari, heldur, at tað sær lítið pent út, men at samgongan hóast alt hevur samtykt nøkur stórmál. Fíggjamálaráðið og Pedagogfelagið byrjaðu aftur at fara til sámráðingar fríggjadagin, og í kvøld er semja loksins funnin millum partarnar. Tað var klokkan 22 í kvøld, at semingsmaðurin legði semingsuppskot fram. Partarnir hugdu at uppskotinum í góðar tríggjar tímar og hava nú góðtikið uppskotið. 3 ára sáttmálasemja er í dag gjørd millum Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Pedagogfelagið. Talan er um eina fíggjarliga skynsama semju, ið heldur seg innanfyri avtalaða lønarkarmin á almenna arbeiðsmarknaðinum fyri komandi 2 árini, men røkkur hartil eitt ár longur við einum varligum lønarvøkstri fyri hetta árið. Semjan er grundað á semingsuppskot, ið varð lagt fyri partarnar eftir drúgvar samráðingar. Hetta svarar til 1,45 afturat tí 2 ára lønarkarmi, ið avtalað varð við størsta fakfelagið á almenna arbeiðsmarknaðinum Karmurin er í alt 1.449 krónur í mánaðarligari lønarhækking, sum svarar til umleið 5,5 samanlagt yvir 2 ár fyri limir hjá Pedagogfelagnum . Triðja árið svarar sostatt til umleið 1,45 í lønarvøkstri. Hartil verður eftirlønin hjá hjálparfólkum javnsett við eftirlønina hjá námsfrøðingum innan kommunala økið. Eftirlønargjaldið hækkar sostatt úr 10 upp í 12 . Hetta svarar til ein samlaðan kostnað á 0,8 av karminum yvir 3 ár. Eisini er avgjørt er, at tímalønt, sum í dag als onga eftirløn fáa, framyvir fáa eftirløn samsvarandi eftirlønarlógini, ið er 4 í 2018. Hetta svarar til ein samlaðan kostnað á 0,4 av samlaða karminum yvir 3 ár. Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið ynsktu at gera eina 2 ára avtalu innan tann lønarkarm, ið varð avtalaður við størsta fakfelagið á almenna arbeiðsmarknaðinum í fjør. Men semingsuppskotið legði upp til heldur at gera eina 3 ára avtalu, við meirkostnaði á 1,45 lønarhækking fyri 3. árið. Við hesum heldur avtalan seg til avtalaða lønarkarmin fyrstu 2 árini, samstundis sum talan er um ein lágan lønarvøkstur 3. árið. Tí tóku Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið eisini undir við semingsuppskotinum. Nýggja lønartalvan merkir, at hjálparfólk fáa samanlagt 1.200 krónur í lønarhækking yvir 3 ár. Hartil fáa hjálparfólk, ið hava verið meira enn 2 ár á endastigi, eitt nýtt endastig. Eisiini hækkar eftirlønargjaldið hjá hjálparfólkum úr 10 upp í 12 . Hjálparfólk við hjálparfólkaútbúgving úr útlondum fáa hartil eitt eyka lønarstig í lønartalvuni. Partarnir hava eisini avtalað í felag at heita á Mentamálaráðið um, at kanna møguleikarnar fyri at fara undir at skipa ein útbúgving fyri hjálparfólk í Føroyum. Nýggja lønartalvan merkir, at byrjunarlønin hjá námsfrøðingum hækkar samanlagt 1.300 krónur yvir 3 ár. Hesin lønarvøkstur veksur fyri hvørt stig, soleiðis at endalønin eftir 3 ár kemur upp á 33.063 krónur. Vøksturin í endaløn er sostatt rindaður av samlaða lønarkarminum. Í 2019 styttist lønarstigin, soleiðis at farið verður úr 16 árum niður í 14 ár frá byrjunar til endastig. Pedagogfelagið, Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið tóku øll av semingsuppskotinum, og skrivaðu í nátt undir nýggjan trý ára sáttmála. Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið siga, at hetta eru 1,45 prosent meira, enn Starvsmannafelagið fekk í sínum sáttmála. Starvsmannafelagið fekk 5,5 prosent aftrat í tvey ár. Nýggja lønartalvan merkir, at byrjunarlønin hjá námsfrøðingum hækkar 1300 krónur í trý ár, og endalønin kemur eftir trimum árum upp á góðar 33.000 krónur um mánaðin. Hjá hjálparfólkum hækkar lønin 1200 krónur í trý ár. Haraftrat fáa hjálparfólk, sum hava verið meira enn tvey ár á endastigi, eitt nýtt endastig. Hjálparfólk við útbúgving uttanlands fáa eisini eitt lønarstig aftrat í lønartalvuni. Partarnir hava avtalað í felag at heita á Mentamálaráðið um at kanna møguleikarnar fyri at fara undir at skipa útbúgving fyri hjálparfólk í Føroyum. Eftirlønin hjá hjálparfólkum verður javnsett við eftirlønina hjá námsfrøðingum á kommunala økinum. Eftirlønargjaldið hækkar úr 10 upp í 12 prosent. Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið siga í tíðindaskrivi, at tey vildu hava ein tvey ára sáttmála innan lønarkarmin, sum varð avtalaður við Starvsmannafelagið. Men semingsuppskotið legði upp til at gera ein trý ára sáttmála, sum kostar 1,45 prosent meira triðja árið, og tað tóku Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið eisini undir við. Semingsroyndin byrjaði seinnapartin fríggjadagin, og um 10 tíðina í gjárkvøldið løgdu semingsmenninir eitt uppskot fyri partarnar, sum teir tóku av. At semja nú er gjørd millum Pedagogfelagið, Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið um nýggjan sáttmála, hevur við sær, at samhugaverkfallið, sum 21 fakfeløg lýstu at koma í gildi í morgin ári, er avlýst. Kristin Michelsen var ikki í tinginum, tá atkvøtt varð, og Bill Justinussen, sum var partur av meirilutanum í fíggjarnevndini, atkvøddi ikki fyri, hóast hann í álitinum frá fíggjarnevndini hevði sagt seg taka undir við uppskotinum. Uppskotið hjá Sonju Jógvansdóttir kemur til fyrstu viðgerð í tinginum mikudagin. Tað verður mett at kosta 10 milliónir krónur í mistari skattainntøku í ár, sum limirnir í fakfeløgunum fáa í skattalætta. Løgtingið fer eisini mikudagin at viðgera eitt uppskot frá Sambandsflokkinum um at hækka botnfrádráttin í lands og kommunuskattinum 2.500 krónur. Sambandsflokkurin sigur, at hetta hevur umleið somu ávirkan hjá lønmóttakarum, sum ætlanin at draga limagjald til yrkisfelag frá í skatti. Ternan siglir ikki fyribils, og túrarnir hjá Smyrli av Krambatanga klokkan hálvgum níggju í morgun og av Havnini klokkan 11 eru avlýstir. Stóra sakarmálið hjá Fíggjarligum støðufesti móti oddamonnunum í gamla Eik banka byrjar í dag. Eitt heilt ár er sett av til sakarmálið, sum verður í Føroya rætti. Fíggjarligt støðufesti stevnir eftir 150 milliónum krónum. Teir saksøktu fara at krevja frídøming. Hesa vikuna verða rættarfundir mánadag, týsdag og mikudag. 130 dagar eru settir av í 2018, og nakrir dagar í 2019 eru eisini settir av, um brúk verður fyri teimum. Sakarmálið er so stórt og umfatandi, at bara til dokumentasjónina, tað er tá advokatarnir leggja fram skjølini, sum teir vilja hava rættin at sýna ans, eru settir av 30 dagar. Fíggjarligt støðufesti stevndi fyri skjótt fimm árum síðani Frithleifi Olsen, nevndarformanni, Odd Bjellv g, næstformanni, Marneri Jacobsen, forstjóra, Bjarna Olsen, stjóra, Hans Laksá, grannskoðara og grannskoðarafelagnum NOTA. Í minsta lagi 140 vitni skula avhoyrast. Rætturin hevur sett av 20 tímar, fimm rættardagar, til at avhoyra Marner Jacobsen og Hans Laksá og 12 tímar til hvønn av hinum. Rithøvundurin Jørgen Franz Jacobsen var mammubeiggi Súsonnu Danielsen. Elstur av seks systkjum. Abbi og omma hansara vóru komin úr Keypmannahavn til Føroya í 1880unum. Kona Gamla Restorff í Havn var dóttir tann eldra Jørgen Franz, og hann fekk grundstykki á Skálatrøð. Haðani doyðu tríggjar mostrar Súsonnu út, Anna Katrina, Franciska og Hanna og mammubeiggin Klæmint doyði út av Ellisheiminum. Súsanna situr í dag við húsunum. Hon var borin til garðin í Búðini. Tók ikki við festinum, men gongur á fjall sum hon hevur gjørt, síðani hon var smágenta. Árliga Várframsýningin, sum Føroysk myndlistafólk skipa fyri, verður í Listasavni Føroya í døgunum 7. 29. apríl og nú hava listafólk møguleika at senda uppskot inn til framsýningina. Várframsýningin er ein sokallað sensurerað framsýning, sum merkir, at úrvalsnevndin er hon, sum avgerð um eitt listaverk sleppur við til framsýningina, sigur Annika Gregoriussen, limur í úrvalsnevndini. Lurtararnir góðtaka tað og hugsa sum so, at um teimum ikki dámar okkurt, ið eg geri, so lata tey tað liggja, og lurta heldur eftir onkrum øðrum. Fundurin skuldi vera 8. januar, og tá skuldu nevndirnar hjá býráðnum veljast av nýggjum, eftir at borgarstjórin hevur mist meirlutan. Men fundurin varð útsettur, og eingin nýggjur fundur er ásettur enn. Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, sigur, at hann ikki hevur ásett nakran fund enn, og hann dugir ikki at siga, nær nýggjur fundur verður. Borgarstjórin vísur á, at skjølini til fundin ikki eru klár enn. Eyka býráðsfundur var millum jól og nýggjár, tá vildi nýggi meirilutin hava nevndirnar valdar av nýggjum, men tað varð av ongum. Sambært gerðabókini frá tí fundinum, so skuldu nevndirnar veljast á fundinum 8.januar. Men tann fundurin hevur altso ikki verið enn, og ógreitt er, nær hann verður. Sambært kommunustýrislógini, so hevur eitt kommunustýrið vanliga fund eina ferð um mánaðin. Støðan á Tvøroyri hevur eisini spjatt seg í Løgtingið, tí í seinastu viku boðaði Kristin Michelsen løgmanni frá, at hann ikki kennir seg bundnan av at atkvøða saman við Javnaðarflokkinum í løgtinginum, men fer at atkvøða mál fyri mál. Kristin Michelsen umboðar Javnaðarflokkin í Løgtinginum, men í býráðnum á Tvøroyri umboðar hann Kommunulistan, tí Javnaðarflokkurin á Tvøroyri fór í tvíningar á seinasta býráðsvali. Ferðaskrivstovan 62 Norður og Betri Banki bjóða nú fólki snarlán, um tey ynskja at fara at ferðast. Talan er um eina nýggja skipan, sum tørvur er á, tí fólk spyrja um fígging av ferðum, sigur Bergur Thomsen, stjóri í 62 norður. Hann heldur ikki at talan er um øðrvísi fígging enn hjá øðrum fyritøkum, sum fíggja keyp av lutum, sum tey so skulu gjalda seinni. Bergur Thomsen, stjóri Um vikuskifti gjørdi Pedagogfelagið nýggjan sáttmála við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, eftir at hava verið í verkfalli í næstan fimm vikur. Men sáttmálin er ikki betri enn tann hjá Starvsmannafelagnum, heldur Suni Selfoss. Kaimar Saag, er 29 ára gamal, og hevur drúgvar royndir í eitt nú norðurlendskum fótbólti, har hann millum annað hevur umboðað Silkegborg í Superliguni saman við Christian L. Holst. Nýggi framherjin hjá B36 hevur eisini spælt 46 dystir fyri Estland. Hann skoraði móti Føroyum í dysti sum Estland vann 2 1 í 2010. Fólkini, sum samrøða er við í sendingini, eru Bjarki Skúvadal Barbara Brattaberg Malan Stórá Ása Samuelsen Olaf Haldansen Magnus Debess Madsen Emma Madsen Tað sigur tingformaðurin, nú Kristin Michelsen er sinnaður at lata sín løgtingssess verða ómannaðan, um hann skal velja millum at vera borgarstjóri ella løgtingslimur. Landsverk skal nú aftur bora tunlar, og landsstýrismaðurin í samferðslumálum hevur sett av 7 miljónir krónur til eitt tunnilslið. FOTO Mathias Dimon Næs Frá 1. januar skal ALS rinda eftirløn av arbeiðsloysisstuðulinum. ALS skal rinda 5 prosent fyrsta árið, og so skal eftirlønin hækka upp í 12 prosent í 2026. Tað kemur fram í hoyringsskrivi sum ALS hevur sent til uppskotini um pensjónsnýskipan. Tað fer at hava við sær, at útgjaldið úr ALS fer at hækka munandi komandi árini. ALS vírir í hoyringsskrivinum á, at sum miðalútgjaldingarnar hava verið seinastu 10 árini, so hevði ALS rindað millum 8 og 19 milliónir krónur um árið í eftirløn. Arbeiðsloysisskipanin hevur eina uppgerð í hoyringsskrivinum, sum vísir, at stovnurin hevði havt goldið frá millum 3 4 milliónir krónur og upp í 35 til 40 milliónir krónur í eftirlønargjaldið um árið, alt eftir hvussu stórt arbeiðsloysið er. Árini frá 2010 til 2012 hevði útgjaldið verið hægst, tí tá var arbeiðsloysið størst, stendur í hoyringsskrivinum frá ALS til pensjónsnýskipanina. Fyrsti tingfundur í ár verður í dag klokkan 10. Tá fer tingið av hava fyrstu viðger av uppskotinum um pensjónsnýskipan. Sambært uppskotinum, so skal pensjónsaldurin hækka. Sambært uppskotinum, so hækkar pensjónsaldurin fyrsta januar 2025 við hálvum ári, úr 67 uppí 67 eitt hálvt. Fyrsta januar 2030 hækkar pensjónsaldurin aftur við hálvum ári, og verður tá 68 ár. Alsamt fleir ferðast við skipunum hjá Strandferðsluni. At kalla allar sjóleiðir hjá Strandferðsluni høvdu vøkstur í ferðafólkatalinum. Fólkatalið í Føroym var 50.437 1. desember í fjør. Fólkatalið vaks við 685 frá 1. des. 2016 1. des. 2017. Tað sæst á heimasíðuni hjá Hagstovuni. Fólkavøkstur er í øllum høvuðsøkjum, men mynstrið er tað sama sum undanfarnu 4 5 mánaðirnar, at fólkavøksturin er lutfalsliga størstur í Vága sýslu og Streymoy uttan fyri Tórshavnarøkið og minsti vøksturin er í Sandoyar og Suðuroyar sýslum, skrivar Hagstovan. Í tali var størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum við 203 fólkum, í Eysturoy við 186 fólkum og í Streymoyar økinum uttan fyri høvuðsstaðin við 116 fólkum. Men prosentvíst er vøksturin størstur í Vága sýslu við 3,0 , í Streymoyar sýslu uttan Tórshavnarøkið við 2,5 og í Eysturoyar sýslu við 1,7 . So er eitt lop niður til Norðoya sýslu og Tórshavnarøkið við 1,1 . Og aftur eitt lop niður til Sandoyar og Suðuroy sýslum við 0,4 . Síðani fólkavøksturin tók dik á seg fyri einum trimum árum síðani, var hann av tí mesta í Tórshavnarøkinum. Tað er broytt nú í vetur, so tað er ikki sama ferð á fólkavøkstrinum í høvuðsstaðnum, sum aðrastaðni í landinum, skrivar Hagstovan á heimasíðu sínari. Liljan Weihe fekk uppsagnarskriv tann 21. december og kærdi uppsøgnina tann 3. januar. Tann 28. december sendi sakførarin hjá fyrrverandi tíðindaleiðaranum eina umbøn til Mentamálaráðið, um at kæran skuldi fáa steðgandi virknað, so kringvarpið ikki kundi seta ein nýggjan tíðindaleiðara, áðrenn málið er avgreitt. Sakførarin hjá Liljuni Weihe vísir í umbønini á, at tað bara er ein tíðindaleiðari, og at tað tí er óvist, um Liljan Weihe sleppur aftur í starv sum tíðindaleiðari, skuldi uppsøgnin verið ógyldað, og hon kann tí vera fyri álvarsligum rættartapi. Í hoyringarsvarið 3. januar 2018 førir kringvarpstjórin fram, at tað ikki ikki finst heimild fyri at geva kæruni um uppsøgn av Liljuni Weihe steðgandi virknað. At stovnsbygnaðurin í Kringvarpinum verður skipaður av leiðsluni við tað, at krinvarpsstjórin ger uppskot til stovnsbygna, sum stýrið síðani staðfestir sambært kringvarpslógini, og haraftrat, at tað ikki er ásett í kringvarpslógini, at tað bara skal vera ein tíðindaleiðari. Til tað svarar kringvarpsstjórin tann 5. januar, at talan ikki er um eina vanliga fyrisitingarliga avgerð, men um leiðslurættin hjá kringvarpsstýrinum og kringvarpsstjóranum, og at hetta tí ikki kann kærast til Mentamálaráðið. Kringvarpsstjórin førir haraftrat fram, at Kringvarp Føroya ikki verður nevnt undir grein 48 í fráboðan løgmans um býti av málsøkjum millum landsstýrismenninar, sum ein av stovnunum, sum landsstýrismaðurin í mentamálum hevur yvirksipaða eftirlitið við, og sum hann hevur heimild til at geva tænastuboð. Hann metir tískil ikki, at landsstýriskvinnan í mentamálum hevur heimild til at geva tænastuboð um uppsøgnina av Liljuni Weihe. Tann avgerðin er tikin og Liljan Weihe er uppsøgd. Landsstýrismaðurin kann, sambært kringvarpsstjóranum, ikki áleggja kringvarpinum at lýsing eftir ella setan av nýggjum tíðindaleiðara fær uppsetandi virknað, tí tað er ikki heimild fyri tí í kringvarpslógini grein 23 ella í grein 48 í fráboðanum um málsøkjabýti. Kringvarpsstjórin boðar víðari frá, at verður uppsøgnin av Liljuni Weihe ógyldað, verður støða tikin til, hvussu mann fer fram í tí sambandi til tað tíð. Ætlanin er sostatt at lýsa eftir nýggjum deildarleiðara til deildina Aktuelt í næstum við tí fyri eyga at seta starvið frá 1. mars 2018 ella skjótast gjørligt. Kringvarpsstjórin sigur seg tó bíða við hesi starvslýsing til Mentamálaráðið hevur gjørt sína niðurstøðu hesum viðvíkjandi. Í niðurstøðuni skrivar Mentamálaráðið, at endamálið við at geva eini kæru stegðandi virknað er at sleppa undan teirri støðu, at ein avgerð fær óbótaligan skaða, um steðgandi virknaður ikki verður givin. Málið er rúgvismikið, og óvissan um substansin í málinum er stór. Harnæst eru skuldsetingarnar mótgevis tíðindaleiðaranum sera álvarsamar, tá ið hugsað verður um, at álitið á almenna stovnin og fjølmiðlafræsli kunnu koma í vanda, skrivar Mentamálaráðið í síni niðurstøðu. Av tí at Liljan Weihe kærdi avgerðina so mikið skjótt eftir uppsøgnina, samanhildið við at kringvarpið ikki hevur søkt eftir nýggjum tíðindaleiðara, men hevur sett ein virkandi tíðindaleiðara, metir Mentamálaráðið ikki, at áhugin hjá Kringvarpinum í at lýsa ella seta ein tíðindaleiðara sum skjótast í hesum ítøkiliga føri, eigur at viga tyngri, enn áhugin hjá kæraranum í ikki at vera fyri einum møguligum rættartapi. Liv Lívið er ein fyribyrgjandi verkætlan, sum seinastu tvey árini hevur havt fokus á at broyta hugburðin hjá ungum til rús og fyri at minka um trýstið at smakka sær á ungum aldri. Gransking vísir, at besta rúsdrekka og rúsevnisfyribyrgingin hjá ungum eru foreldrini. Heimasíðan er tí ætlað foreldrum og gevur góð ráð, hvussu tey kunnu práta við síni børn um rúsevnir. Kollafjarðar Bjargingarfelag, Nólsoyar Bjargingarfelag og Havnar Bjargingarfelag, høvdu leygardagin stóra veitslu, har hátíðarhildið varð, at hesi feløg tilsamans fylla 150 ár. Vit eru eini 30 fólk knýtt at bjargignarfelagnum í dag. Tíbetur eru útkallini ikki so nógv árliga, men vit eru altíð til reiðar at hjálpa, tá tørvur er á tí, siugr Christoffur Dam, sum er formaður í Kollafjarðar Bjargingarfelagi. Tað var ein øgiligur mjørki, og teir sluppu hvørki upp ella niður. Vit fingu tilkall og fóru nakrir manns alt fyri eitt avstað. Eg minnist, at eg hevði hundin við, og eg veit bara tað, at hevði hann ikki verið við, høvdu vit ongantíð funnið teir báðar menninar, fortelur Øssur av Steinum. Eg fekk skriva eina rúgvu. Prædikur, morgunlestrar, røður og ymiskt annað. Eg fekk veruliga nógv burturúr, heldur Heri Joensen fyri. Nú er hetta aðru ferð, at eg eri við á hesum túrinum. Í fjør skrivaði og las er rættiliga nógv, men hesaferð valdi eg at gera eitt sindur minni. Og fari eg aftur næsta ár, ætli eg mær als einki at gera og bara vera í tøgn, sigur Sverri Steinhólm. Skattanevndin heldur, at alivinnan eigur at rinda ein part av roknaðu tilfeingisrentuni í landskassan, ístaðin fyri galdandi skipan, sum revsar alararnar, tá laksaprísurin fellur. Prát við Kára Petersen, búskaparfrøðing, og kjak millum Poul Michelsen, landsstýrismann í vinnumálum, og Atla Gregersen, sum er stjóri á Luna. Um ein borgarstjóri, sum eisini situr í løgtinginum, ikki fær frávik frá býraðnum til at røkja bæði borgarstjóra og løgtingssessin, so er hann noyddur at siga annan sessin frá sær. Tað sigur deildarstjórin á Kommunala eftirlitinum, Hilmar Høgenni. Talan er um ein hypotetiskan spurning. Men Kristin Michelsen borgarstjóri á Tvøroyri og løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin hevur alment sagt, at áleggur nýggi meirilutin í Tvøroyrar býrað honum at veja millum borgarstjóra og løgtingsessin, so velur hann borgarstjórasessin, samstundis sum hann ikki fer at siga løgtingssessin frá sær. Hann fer í staðin ikki at møta til nakran tingfund. Men hetta er ikki ein møguleiki sambært Hilmari Høgenni, leiðara fyri Kommunala eftirlitið. Í fyrra tímanum er orðaskifti og frásøgn, meðan seinri tímin er halgaður tónleikinum, tá vertirnir seta saman teirra egna playlista. Tú kanst hoyra sendingina her Vit vildu fegin spurt tey í partafelagnum Tjaldur, hví tey vilja byggja undir Bryggjubakka og hví tey vilja byggja íbúðir til ferðafólk og fyritøkur men tey hava onga viðmerking. Málið skal eisini viðgerast í serstaka byggiráðnum fyri økið á Reyni. Har eru trý umboð býararkitekturin, umboð fyri Søvn Landsins og eitt umboð fyri íbúgvarnar. Og tilfar og byggiháttur hava roynst væl, tí byggihátturin er at kalla tann sami síðan landnámstíðina til aldarmótið, táið onnur vinna so smátt trokar gamla bóndasamfelagið av. Sethús fáa tá annan týdning, og í sendingini síggja vit, hvat síðan hendir við húsasmíði upp til okkara dagar. J.P. Gregoriussen greiðir frá og Malan Johannesen legði til rættis. Men møguleikin at leggja ein spurning fyri nevndina broytir ikki tann veruleika, at danskir myndugleikar hava ábyrgdina av lógum, sum eru samtyktar í fólkatinginum, eisini, hvussu hesar lógir eiga at tulkast. Lív er framvegis í kjakinum um avtaluna, sum landsstýrini og stjórnin í Útnorðri gjørdu síðst í august í fjør. Og sum danska stjórnin hevur ógildað. Magni Arge heldur, at bara hóttanin um, at eitt mál endar í kompetansunevndini, kann fáa danir til at taka føroysk ynski um broytingar í størri álvara. Nógvar royndir eru gjørdar við at byggja hús saman. Ofta er ætlanin, at húsini skulu verða bílig, og tað hevur sjálvandi týdning fyri dygd og útsjónd. Í sendingini verður hugt at, hvussu vorðið er á raðhúsaøkinum. Og so eru tað tey, sum byggja sær hús, sum á mangan hátt bróta frá. Summi eru stór, onnur eru úr gróti, og uppaftur onnur skara framúr í skapi og sniði. Hvørji stór politisk mál eru á skránni í ár, og hvørji eru útlitini fyri, at samgongan fær tey í gjøgnum, nú samgongan bert telur upp í 15. Atlantic Airways kann fáa nýggja avslátturin í Keypmannahavnar floghavn, sum er í Kastrup, um felagið lýkur treytirnar fyri at fáa hann. Í 2016 vóru 100 ár liðin, síðan fyrsti kollektivi sáttmálin millum tvey feløg á landi varð gjørdur. Helgi Abrahamsen hevur skrivað, og Nám hevur staðið fyri útgávuni. Ein sbók, er bók, sum verður lisin á internetinum. Har ber til at síggja videobrot, sum eru løgd inn í bókina. Ein sbók er serliga vælegnað til samvirkistalvur í skúlunum, og tí er henda bók, Arbeiðsmarknaðurin sera væl egnað til skúlabrúks. Festivalurin hevur fingið heitið Útilív, og fer at fevna um fýra ymiskar fjallarenningar. Stytsta er 13 kilometrar og longsta er eitt ultramarathon, ið er 65 kilometrar til longdar. Á øllum teinum verður fólk at taka sær av rennarunum, um brúk skuldi verið fyri tí. Sarah Pritchard vísir á, at tað er hart og rættiliga nógv øðrvísi at renna í fjøllunum enn á sløttum, og tí vendir hetta tiltakið sær til fólk, ið hava runnið í fjøllunum áður. Tey leggja dent á, at umhvørvisspurningurin hevur stóran týdning í tí tey gera, og tí er samstarv fingið í lag við felagsskapin Ringrás. Tað er Theo Larn Jones úr Onglandi, sum hevur tikið stig til festivalin, sum verður gjørdur í samstarvi við Visit Faroe Islands, Mikkeler, Føroyskir fjallabjargarar og Hans Mikkelsen. Tað er ikki neyðugt at vera í tí básinum, vit hava lyndi til at vera sett í. Tað ber til at bróta burtur úr hesum básinum og skara framúr. Hetta sigur Mona Breckmann, sum skipar fyri skeiði, sum serliga er ætlað kvinnum á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Les meira her 28. september almannakunnger Finanstilsynet eina frágreiðing um Eik Banka og krevur, at bankin fær fluttar 2,6 milliardir krónur áðrenn 30. september klokkan 18.00. Stígur kom í sáttmálasamráðingar millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið síðst í november. Men nú Kommunala Arbeiðsgevarafelagið er komið á mál við sáttmálasamráðingunum við Pedagogfelagið, eru útlit fyri, at samráðingarnar við Starvsmannafelagið verða uppafturtiknar í næstum. Hvat er tónleikur, og hvat ger tónleikur við okkum menniskju. Tað vóru millum spurningarnar, tá ið Sunleif Rasmussen, komponistur, og Knút Hábert Eysturstein, tónleikafrøðingur, viðgjørdu tónleik sum hugtak fysiologiskt, mentanarliga og annars sum grundleggjandi part av tilveruni. 12. februar í 1999 verður Marner Jacobsen forstjóri í Sparikassanum. Hann hevur verið stjóri í Sparikassanum síðan 9. oktober 1998. 24. oktober í 2008 selur Eik Banki síni Spron partabrøv til Eik grunnin fyri 40 milliónir krónur. Spron partabrøv vórðu annars tikin av íslendska partabrævamarknaðinum 7. oktober. Eik 11 faldar sítt yvirskot í Danmark uppá trý ár og ársúrslitið er 81,9 milliónir krónur. Ársúrslitið í 2004 var 7,2 milliónir, og Eik er á einum 15. plássi yvir størstu bankarnar í Danmark. 5. apríl í 2002 verður Sparikassin umskipaður til eitt partafelag. Partaeigararnir hava tó ikki beinleiðis ávirkan á nevndina í bankanum, tí bankin brúkar eina Umboðsráðskipan. Sparikassagrunnurin verður stovnaður. Eginkapitalurin hjá Føroya Sparikassa á 809 milliónir krónur verður fluttur til grunnin, sum upprunaliga eigur øll partabrøvini í Sparikassanum. Eik Grunnurin hevur yvir 600 milliónir krónur í yvirskoti í 2007. Eginognin hjá grunninum er 1,9 milliardir krónur. Hetta er tvífalt so nógv sum í 2005, tá grunnurin hevði 950 milliónir krónur. í eginogn. 13. september í 2012 stevnir Finansiel Stabilitet leiðsluni, nevndarformanninum og føroyska grannskoðaranum í gamla Eik Banka eftir 150 milliónum krónum í endurgjaldi. Stevningin kemur í kjalarvørrinum av kanningini, sum danski advokaturin, Carsten Fode, gjørdi av viðurskiftunum í gamla Eik banka. Tey stevndu eru Marner Jacobsen, forstjóri, Bjarni Olsen, stjóri, Frithleif Olsen, nevndarformaður til 2010, Odd Bjellv g, næstformaður og seinni formaður, Hans Laksá, grannskoðari, og grannskoðarafelagið Nota. Í samband við at Kaupthing keypir øll partabrøvini hjá FIH Erhvervsbank í Danmark, verður avtalað, at Sparikassin yvirtekur Kaupthing í Danmark við árslok 2004 og fær bankin navnið Eik Bank Danmark í januar 2005. Teir saksøktu í rættarmálinum hjá Fíggjarligum støðufesti móti oddamonnunum í Eik Banka, fara at krevja frídøming. Tað varð greitt longu í 2014 eftir fyrireikandi rættarfundin. 30. september 2010 varð alt virksemið hjá Eik Banka avhendað til Finansiel Stabilitet, sum er statsogn og varð stovnað í 2008 fyri at tryggja fíggjarligt støðufesti í Danmark og hjálpa bankum í neyð. Herluf Gaard Joensen vaks upp við føroyskum dansi í Skopun. Pápin og pápabeiggjarnir vóru góðir kvøðarar. Herluf dansar regluliga í Dansifelag Kaggans og er góður skipari. Á eini fløguútgávu skipar Herluf Gaard Joensen Leivs kvæði. Og í eini sjónvarpsupptøku skipar hann Kong Sverke. Í hesi sendingini skipar pápabeiggi Herlufs, Jógvan í Oyragarði, Regin Smið í Stígum Fast í Dali. Eisini fer Stígum Fast at kvøða Eingrímssynir, Jend Ludvig Johannesen, Jens Ludvig í Stórhúsi, skipar. At enda skipar Høgni Mohr Ormin Langa í Dansifelagnum í Havn. Tað er ikki í tráð við reglur og endamál hjá Fíggjarligum Støðufesti at brúka so nógvar pengar til rættarmál móti bankaleiðslum. Tað sigur Anne Buhl Bjelke, advokatur hjá einum av teimum fimm stevndu í rættarmálinum móti Eik, sum byrjaði í Føroya Rætti mánadagin. Eftir hennara tykki standa útlitini at fáa endurgjald ikki mát við útreiðslurnar, sum standast av rættarmálunum. Tey stevndu hava ongan møguleika at gjalda eitt møguligt endurgjald. Rættarmálini verða førd fyri at staðfesta galdandi rætt á økinum, og tí hetta onkunsvegna var eitt breitt krav eftir fíggjarkreppuna, siga tíðindamenninir, Jan Lamhauge og Thomas Svaneborg. Rættarmálið um Eik er tað mest umfatandi hjá Føroya Rætti nakrantíð. Talan er um túsundtals skjøl, og rættarmálið fer væntandi at taka umleið hálvt annað ár, sigur Henrik Møller, sorinskrivari, sum skal døma í málinum. Miðflokkurin vil hava kommunustýrislógina broytta, so kommunustýrið ikki longur skal gera av, um borgarstjórin eisini kann vera løgtingslimur. Lógin skal, sambært Miðflokkinum, siga, at borgarstjóri kann røkja onnur størv, sum eru beinleiðis fólkavald, tað vil siga borgarstjórin kann eisini vera løgtingslimur ella fólkatingslimur. Miðflokkurin sigur, at ein borgarstjóri í fullum starvi, sum verður valdur á ting, eigur at kunna taka á seg tingstarvið, uttan at fáa loyvi frá einum meiriluta í einum kommunustýri til tess. Flokkurin heldur, at tað er í stríð við fólkaræðið, at nógv fólk kunnu velja fólk á ting, sum síðani ikki sleppa á ting fyri nøkrum fáum fólkum í einum kommunustýri. Og stýrisdeildin setti Mortan Zachariassen, fulltrúa í Stýrisdeildini, sum fyribilsstjóra, meðan arbeitt verður við ætlaðu bygnaðarbroytingunum. Nú eingin sáttmáli er, eru íslendsku skipini, sum annars plagdu at fiska svartkjaft í føroyskum sjógvi hesa tíðina, longu farin eftir lodnuni undir Íslandi. Sáttmálin millum Ísland og Føroyar, sum varð gjørdur í januar í fjør, loyvdi annars føroyskum skipum at fiska lodnu til 30.apríl í ár. Men altingið setti tann sáttmálan úr gildi millum jól og nýggjár. Høgni Hoydal hevur fyrr í januar verið í Uttanlandsnevndini og ráðført seg um samráðingarnar við Ísland. Allir tríggir samgonguflokkar seta spurnartekin við uppskotið hjá uttanflokkatingkvinnuni, Sonju Jógvansdóttir, um at limagjaldið til yrkisfelag skal kunna dragast frá í skatti. Samgongufólk seta spurnartekin, bæði við kostnaðin og sjálvt endamálið við uppskotinum. Í 2018 er gjaldið, sum frádráttur er fyri, í mesta lagi 1 av lønini sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Frá 2019 er gjaldið, sum frádráttur er fyri, í mesta lagi 2 av lønini sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Eisini sigur lógaruppskotið, at yrkisfeløg, sum móttaka gjøld frá løntakarum, skulu lata Taks hesar upplýsingar elektroniskt, innan 20.januar árið eftir inntøkuárið. Hilbert Elisson, framsøgumaður fyri Javnaðarflokkin, sigur seg ivast í, um tað er rætt at eisini fólk við sera høgum inntøkum skulu fáa møguleika at draga limagjaldið til yrkisfelag frá í skatti. Og so er tað kostnaðurin. Sambært viðmerkingunum er uppskotið mett at kosta 10 milliónir krónur tilsamans í mistari skattainntøku í 2018. Men tað er ikki rætt, sambært fleiri tinglimum. Pauli Trond Petersen úr Tjóðveldi vísir á, at tá líknandi uppskot varð viðgjørt í løgtinginum fyri jól, upplýsti Fíggjarmálaráðið, at kostnaðurin verður 40 milliónir krónur. Eisini Pauli Trond Petersen reisir spurningin, um tað er rætt at geva fólki ein fíggjarligan lætta, bara tí at tey eru í einum fakfelag. Hetta er triðjuferð, at lógaruppskotið um skattafrádrátt fyri fakfelagsgjald er til viðgerðar í løgtinginum. Men forkvinnan í fíggjarnevndini ivast framvegis. Fyri tað fyrsta mugu vit finna útav, hvat uppskotið kostar. Fyri tað næsta skulu vit finna útav, hvussu tað skal fíggjast. Og fyri tað triðja skulu vit finna útav, um kommunurnar skulu bera sín part av kostnaðinum, ella tær skulu fáa endurgoldið mistu inntøkurnar úr landskassanum, sigur Ruth Vang. Andstøðan hevur fyri langari tíð síðani gjørt greitt, at tey taka ikki undir við uppskotum av hesum slag. Tað vísti atkvøðugreiðslan eisini, tá líknandi uppskot varð felt, við 2. viðgerð 11. desember í fjør. Tá atkvøddi øll andstøðan ímóti, og tá bara 16 tingfólk úr samgonguni, Sonju Jógvansdóttir íroknað, vóru í tingsalinum undir atkvøðugreiðsluni, fall uppskotið. Men mótstøðan í samgonguni er eisini stór. Annita á Fríðriksmørk hartar Sonju Jógvansdóttir fyri at ganga egnar leiðir, heldur enn saman við samgonguni Sonja Jógvansdóttir eigur einsamøll lógaruppskotið. Og aftur hesaferð vísir løgtingskvinnan á, at hon hevur eina avtalu við løgmann, sum sigur, at uppskotið skal samtykkjast Løgtingið fer í dag at viðgera trý uppskot frá Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu, um at byggja nýtt barnaheim, bú og umlættingarheim til børn og ung við autismu og vardar bústaðir í Havn fyri tilsamans umleið 150 milliónir krónur. Barnaheimið verður mett at kosta 60 milliónir, bú og umlættingarheimið til børn og ung við autismu 29 milliónir krónur, og vardu bústaðirnir verða mettir at kosta 58 milliónir krónur. Á barnaheiminum verða millum annað bú og viðgerðareindir við tilsamans 20 kømrum, ein eftirverndareind við 4 6 smáum íbúðum, og ein familjueind við 8 10 íbúðum í ymiskum støddum. Harumframt fevnir byggingin um felags funktiónir til dømis rørslu og sansarúm, samrøðuhøli, undirvísingarhøli, fundarhøli, stórkøk, felags vaskarí, skrivstovueind og starvsfólkarúm. Annað sambýlið verður eftir ætlan staðsett í Hoyvík og hitt á hóskandi staði í Havn, á øki, sum Almannamálaráðið hevur at ráða yvir. Tað sigur Thora Augustinussen, sølu og marknaðarleiðari á Gist og Vist, sum millum annað eigur og rekur Hotel Føroyar og fleiri matstovur í Føroyum. Hon mælir øðrum fyritøkum til eisini at geva tí, ið skrivað verður á netinum, stóran ans, tí tað kann hava keðiliga ávirkan á bæði umdømi og umsetning, um tað sleppur at standa ósvarað. Verkætlanin fer at lýsa krabbamein í Føroyum bæði meiri yvirskipað, og í smálutum at kanna samband millum krabbamein og eitt nú aldur, bústað og líknandi viðurskifti, sosialar umstøður, broytingar gjøgnum tíðina og hvussu krabbamein tyrpist innan familjur. Fleiri av kanningum fara at snúgva seg um barnakrabba, har millum annað verður farið inn á at lýsa barnakrabba í Føroyum út frá títtleika, sløgum, aldur, bústaði og líknandi viðurskiftum, hvussu hesar sjúkur tyrpast í familjum, viðgerð, prognosu og fylgisjúkum, umframt at kanna samband millum burðartyngd og krabbamein. Verkætlanin er ætlað sum ein PhD verkætlan. Søkt verður í næstum eftir skikkaðum PhD lesandi til verkætlanina. Marin Strøm og Maria Skaalum Petersen, lektarar á Fróðskaparsetrinum, verða PhD vegleiðarar og Bjarni á Steig, yvirlækni, verður hjávegleiðari Í hesum mentanarmikudegnum í Nón viðgera vit eisini fríyrkissjónleikarabólkin Teatur Grugg. Umframt leiklist eru bøkur eisini á skránni. Vit tosa við havnarkvinnuna Rúnu í Baianstovu, lektara á Ørebro Universiteti, um bakgrundina fyri nýggju bók henara Heder hedersrelateret vold , sum hevur fingið nógva umrøðu í Svøríki, tí tilflytarar og migratión eru í brennideplinum. Jógvan Isaksen ummælir eisini nýggju skaldsøguna Sær eftir Carl Johan Jensen. Politiið bíðar enn eftir svari upp á royndir, millum annað DNA royndir, í sambandi við grova harðskapin í Havn fríggjanáttina 29.desember í fjør. Politiið hevur ikki enn kunnað avhoyrt 46 ára gamla mannin, sum varð sparkaður, sligin og trampaður í andlitið í einum sethúsum í Havn. Sendimaðurin skuldi halda fram sum virkandi sendimaður, við bústaði í Føroyum og starvi í Uttanríkis og vinnumálaráðnum. Hetta er ikki óvanligt. Sendimaðurin er við jøvnum millumbili á sendistovuni í Keypmannahavn og røkir uppgávur og avgreiðir mál, sum starvið sum sendimaður krevur. Harumframt samskiftir sendimaðurin regluliga við fólk, sum seta seg í samband við sendistovuna, sigur Poul Michelsen í svari sínum. Hóast eingin sendimaður hevur verið staðsettur í Keypmannahavn í eina tíð, merkir tað ikki, at virksemið har er niðurlaðað, stendur í svarinum frá Poul Michelsen. Sendistovan verður framhaldandi partur av uttanríkispolitiska virksemi Føroya fyri til fulnar at røkja føroysk áhugamál í Danmark. Felagið sigur, at sambært lógaruppskotinum skulu tær fyrstu 175 milliónir krónur. í loyvisgjøldum frá alivinnuni, og 275 milliónir krónur í tilfeingisgjøldum frá fiskivinnuni í búskapargrunnin at venda, áðrenn tær fara í landskassan. Greiðar reglur um inngjald og útgjald eiga at tryggja, at politikarar klára at standa ímóti ynskinum frá veljaranum um at brúka meiri pengar enn ráðiligt í góðum tíðum. Felagið sigur, at norski oljugrunnin letur meira enn trý prosent av grunnsfænum í ringum tíðum, og minni enn trý prosent í góðum tíðum. Pensjónsnýskipanin fer at oyðileggja hugin hjá fólki at arbeiða, sigur andstøðan í løgtinginum og Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna. Samgongan og Sjálvstýri, sum standa fyri pensjónsnýskipanini, siga hinvegin, at tað fer at loysa seg at arbeiða. Men veruleikin er meira samansettur enn viðmerkingarnar hjá politikarunum bera boð um. Grundgevingar fyri, at tað ikki fer at loysa seg at arbeiða, koma av, at almennu pensjónsveitingarnar verða mótroknaðar í mun til aðra inntøku. Hevur tú eina inntøku á 45.000 krónur um árið ella lægri, annaðhvørt tí tú hevur eina lítla privata pensjón ella tí tú arbeiðir við síðuna av pensjónini ja, so fært tú fulla almenna pensjón í komandi skipan, tað vil siga 14.000 krónur um mánaðin. Hevur tú eina ársinntøku, sum er 10.000 krónur hægri 55.000 krónur minkar almenna veitingin við runt roknað 200 krónum um mánaðin. Mótrokningin í almennu pensjónini kann sostatt skiljast sum ein eyka skattur, ið verður lagdur afturat samlaðu inntøkuni. Men fyri at fáa eina hóming av, hvussu væl tað fer at loysa seg at arbeiða undir komandi pensjónsskipan, mugu vit leggja mótrokningina í almennu pensjónini saman við øðrum skatti fyri at fáa sonevndan effektivan marginalskatt. Effektivur marginalskattur sipar snøgt sagt til, hvussu hart seinast tjenta krónan er skattað, og er tí eitt gott amboð at meta um, hvussu væl tað loysir seg at arbeiða meira enn higartil. Í nýggju skipanini sær effektivi marginalskatturin skattur og mótrokning samanlagt hjá einum støkum pensjónisti við lønarinntøku soleiðis út Hjá teimum niðanfyri 45.000 krónur er effektivi marginalskatturin 36,5 . Tá farið verður upp um mótrokningarmarkið fyri grundupphæddina á 45.000 krónur verður talan um 61,5 . Tá farið verður upp um 110.000 krónur hækkar landsskatturin 5 , og talan verður um 66,5 í effektivum marginalskatti. Við 205.000 krónur hækkar landskatturin aftur 5 og talan verður um 71,5 . Tá farið verður undir mótrokning í viðbót lækkar talið niður í 67,9 . Tá inntøkan fer upp um 361.000 krónur er viðbótin uppi og talan verður einans um vanliga marginalskattin á 46,5 . Hvussu væl tað loysir seg at arbeiða veldst sostatt um, hvussu stór inntøkan er. Við sera lágari ella sera høgari inntøku loysir tað seg sum heild betur at arbeiða eyka, enn um inntøkan liggur á einum miðalstøði. Í gomlu skipanini loysir tað seg hinvegin enn betur at forvinna eina stóra inntøku við síðuna av pensjónini. Undir nýggju skipanini fer tað at loysa seg betur enn í gomlu skipanini at vera á arbeiðsmarknaðinum við eini inntøku á millum 100 og 150.000 krónur tað vil siga eini inntøku sum svarar til til dømis at arbeiða hálva tíð. Men søgan endar ikki her. Tí pensjónsnýskipanaruppskotið leggur eisini upp til, at fólkapensjónin skal kunna útsetast, og um hetta verður gjørt, hækkar útgjaldið, tá ið tú einaferð velur at fara á pensjón. Hetta er ikki møguligt undir verandi skipan. Og so koma vit aftur til spurningin fer tað at loysa seg betur ella verri at arbeiða eftir, at pensjónsnýskipanin er komin í gildi. Svarið er samansett, men stutta svarið er ja, fyri flestu inntøkubólkar, uttan teir, sum liggja væl yvir miðal. Hølisviðurskiftini á barnaheiminum eru ikki nøktandi, og tað kann hava ávirkan á menningina hjá børnunum, sigur Hildur Hermansen, leiðari á barnaheiminum. Løgtingið hevði í dag fyrstu viðgerð av uppskotinum um at byggja nýtt barnaheim í Havn. Tað er líkt til eina breiða semju um at byggja nýtt barnaheim. Allir andstøðuflokkar siga seg taka undir við uppskotinum. Uppskotið um at byggja nýtt barnaheim var til fyrstu viðgerð í tinginum fyrrapartin. 60 milliónir skulu setast av til at byggja barnaheimið, sum eftir ætlan skal verða liðugt í 2022. Archibald Black er bóndi á Biskupstøð í Klaksvík. Hann er umframt at vera bóndi, eisini listamaður, tónleikari og timburmaður. Archie var ein av stovnarunum av rockbólkinum Straight Ahead, hann hevur líka síðan hann var smádrongur málað og í dag fer øll tíðin við at byggja garðin hjá Nólsoyar Páll upp aftur í upprunaligum líki. Ein sending um marglistamannin Archibald Black. Lagt til rættis Kári Sólstein. Tað snýr seg um fisk, støddfrøði, mentan og politikk í dagsins Nón. Jan Arge Jacobsen og Petur Steingrund, fiskifrøðingar, meta um støðuna og útlini hjá fiskastovnunum. Eitt nýtt primtal er funnið, og Gunnar Restorff greiðir frá, hvat eitt primtal er, og hvat tað skal brúkast til. Tíðin hjá Sif Gunnarsdóttir sum stjóra í Norðurlandahúsinum er um at renna út, og hon er dagsins hósdagsgestur. Í Eygleiðingini hugleiða journalistarnir Uni Arge og Kári Mikkelsen um minnilutasamgongur og møguleikum fyri breiðum politiskum semjum í Føroyum. Ætlanin er, at fyrstu fólkini skulu flyta inn í íbúðirnar á Biskupstorgi longu í mars. Seinni skal veghæddin fyllast út við vinnuligum virksemi. Sangirnir, ið verða spældir, eru hesir. Archibald Black er bóndi á Biskupstøð í Klaksvík. Hann er umframt at vera bóndi, eisini listamaður, tónleikari og timburmaður. Archie var ein av stovnarunum av rockbólkinum Straight Ahead, hann hevur líka síðan hann var smádrongur málað og í dag fer øll tíðin við at byggja garðin hjá Nólsoyar Páll upp aftur í upprunaligum líki. Ein sending um marglistamannin Archibald Black. Lagt til rættis Kári Sólstein. Tað er Jenis av Rana, tingmaður fyri Miðflokkin, sum hevur lagt uppskot til samtyktar fyri tingið, um at løgtingið heitir á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið uppskot til løgtingslóg um eina royndarskipan viðvíkjandi nýtslu av medisinskum cannabis. í viðmerkingum til uppskotið, sigur Jenis av Rana, at danska Fólkatingið samtykti einmælt tann 15. desember 2017, at ávísir sjúklingar, nevndir verða sclerosusjúklingar, krabbameinssjúklingar og sjúklingar við kroniskari pínu, í eini royndarskipan fáa møguleika at verða viðgjørdir við natúrligum cannabisúrdráttum. Sum nevnt er ikki talan um at gera cannabisúrdráttir fríar, men um eina skipan, umsitin av læknum, haðani medicinskt cannabis, á ein tryggan og lógligan hátt, kann verða útskivað ávísum nágreinaðum sjúklingabólkum. Ógreiðan um, hvør eigur fólk, yngri enn 67 ár, sum krevja røkt, hevur rakt nógv fólk, sum hava slíka røkt fyri neyðini, og avvarðandi teirra. Markamótsnevndin, sum varð sett, tá kommunurnar tóku við teimum eldru og heimarøktini, hevur avgjørt, at landið hevur ábyrgdina av umlætting til fólk, sum eru yngri enn 67 ár, og hava demens. Landsstýriskvinnan ásannar eisini, at tað gongur striltið við at finna nøktandi skynsamar og varandi loysnir millum land og kommunur. Men hon sigur, at kommunurnar hava ábyrgd av at veita heimarøkt og heimasjúkrarøkt til øll, eisini tey røktarkrevjandi, sum eru undir 67 ár. Harumframt kunnu kommunurnar eisini bjóða røktarkrevjandi borgarum, sum eru undir 67 ár, pláss í ellis og røktarheimum ella í eldrasambýlum. Landið hevur ábyrgd av at veita fólki undir 67 ár stuðulstænastu, endurvenjing, virknistænastu, búpláss og umlætting til ávísar bólkar. Ætlanin er, at tann lógin skal bøta um rættarstøðuna hjá fólki, so eingin ivi er um, hvørjar tænastur, tey kunnu fáa frá landinum. Ætlanin er eisini, at lógin skal loysa markamótini, sum eru íkomin, eftir at heimatænastan og eldrarøktin varð flutt frá landi til kommunurnar 1.januar 2015. Í frágreiðingini Størri vøkstur í fiskivinnuni frá februar 2016 stendur, at Føroyar høvdu fingið 122 milliónir krónur meira fyri rækjurnar í russiskum sjógvi í 2015, um øll kvotan har var fiskað, og 88 mio. krónur meira, um allir fiskidagarnir við Svalbard vórðu brúktir, ella tilsamans 210 milliónir. Primtalið hevur 22.338.618 siffur og tað er eitt langt og stórt tal. Um hvørt siffur var ein millimetur stórt, so var talið 22,3 kilometrar langt. Um tú ikki gjørdi annað, meðan tú ert vakin, enn at telja eitt tal í primtalinum um sekundi, so hevði tað tikið meiri enn eitt ár at sagt øll tølini. Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum, skrivar, at um Sosialurin skuldi prentað nýggja primtalið, so hevði tað fylt 216 útgávur av Sosialinum á rað, ella líka so nógv sum alt tað sum stendur í blaðinum í hálvtannað ár. Alement varð nýggja primtalið uppdagað 7 januar 2018, men í veruleikan fann ein telda talið longu 17 september í fjør. Av reinari tilvild, fann ein støddfrøðingur talið, tá ið hann gjøgnumgekk úrslitini. Siðvenjan er, at tað er ikki fyrr enn tá ið eitt menniskja sær primtalið, at tað alment er funnið. Primtalið sum hevur fingið heitið M77232917 er eitt sokallað Mersenne primtal. Hetta slagið av primtølum eru uppkallaði eftir franska munkinum Marin Mersenne, sum granskaði primtøl fyrst í 1600talinum. Havstovan sigur, at nógv er til av makreli og svartkjafti við Føroyar. Teir báðir stovnarnir eru væl fyri, meðan støðan hjá sildini er verri. Yvirlitstrolingar hjá Magnusi Heinasyni vísa, at batar eru at hóma fyri botnfiskin undir Føroyum. Upsin er væl fyri og eisini sær út til, at toska og hýsustovnarnir eru við at koma fyri seg aftur. Tó so, ein botnfiskur hevur tað ikki gott, tað er kalvin. Fiskifrøðingarnir Jan Arge Jacobsen og Petur Steingrund, eru í útvarpsstovuni og greiða frá stovnsmetingunum fyri uppsjóvarstovnin og botnfiskastovnin. Í farna ári blivu tríggir rannsóknartúrar gjørdir í samstarvi við skip frá øðrum strandalondum. Í apríl kannaði Magnus Heinason svartkjaft sunnanfyri, í mai kannaði skipið sild norðanfyri, og í juli bleiv Tróndur í Gøtu leigaður at kanna makrel norðanfyri. Á øllum trimum túrunum blivu kanningar av sjógvi og æti eisini gjørdar. Gýtingarstovnurin av makreli varð í 2017 mettur at vera umleið 3,4 milliónir tons. ICES mælir til, at tann samlaða veiðan í 2018 verður 551 túsund tons. Hetta er ein minking uppá 36 í mun til revideraða tilmælið í fjør. umleið Gýtingarstovnurin av svartkjafti varð í 2017 mettur at vera 5,9 milliónir tons. ICES mælir til, at tann samlaða veiða í 2018 verður 1,387 milliónir tons. Hetta er ein hækking uppá 3 í mun til tilmælið í fjør. Gýtingarstovnurin av norðhavssild varð í 2017 mettur at vera 3,7 milliónir tons. ICES mælir til, at tann samlaða veiða í 2018 verður 384 túsund tons. Hetta er ein minking uppá 41 í mun til tilmælið í fjør. Viðmerkjast skal, at í 2017 var rættiliga stórur vøkstur í teirri tilmæltu veiðuni, so hóast minking í ár í mun til í fjør, so eru tær samlaðu tilmæltu nøgdirnar ikki minni enn vanlig ár. Tó hevur norðhavssildin verið í minking hesi seinastu 8 árini, av tí at eingin stórur árgangur er komin inn í gýtingarstovnin. Tað er ikki full semja millum øll strandalondini um býtið av hesum trimum stovnunum, og tí hevur veiðan, ið londini hava ásett sær, verið størri enn tilmælið frá ICES. Hetta verður væntandi eisini soleiðis í 2018. Botnfiskur Hesi seinastu nógv árini hevur upsi verið okkara høvuðs botnfiskaslag undir Føroyum. Tilgongdin hevur verið miðal og yvir miðal hesi seinastu árini. Gýtingarstovnurin varð í 2017 mettur at vera umleið 100.000 tons og er í vøkstri. Veiðutrýstið verður tó mett at vera í hægra lagi í mun til størst møguligu langtíðarúrtøku. Tann fiskurin, ið verður veiddur, er sum heild smærri enn hann kundi verið. Væntandi verður rist kravd í upsatrolum um stutta tíð, og tað fer at minka um veiðutrýstið á teir yngstu árgangirnar. Fiskiskapurin er góðkendur sum burðardyggur av MSC. Verri stendur til við toska og hýsustovnunum. Tilgongdin hevur svikið í nógv ár á rað, og stovnararnir eru smáir. Gýtingarstovnurin hjá toski varð í 2017 mettur at vera 21.700 tons og av hýsu 19.200 tons. Glottar eru tó at síggja. 2015 árgangurin av hýsu er mettur at vera lítið undir miðal tann frægasti síðani 2003 , og 2016 árgangurin verður mettur at vera heilt góður. Tilgongdin av toski er torførari at meta um, av tí at smáfiskurin er undir landi tey bæði fyrstu árini. Ábendingar eru tó um, at bæði toska og hýsustovnurin eru í vøkstri. Spennandi verður at síggja úrslitini frá komandi stovnsmetingum, ið verða gjørdar á vári 2018. Kalvin hevur verið í minking í nógv ár á rað, og neyðugt er við tiltøkum, fyri at økja um sannlíkindini fyri frægari tilgongd. Serliga eigur gýtingin at verða betur vard. Á Føroyabanka bíða vit framvegis eftir góðari tilgongd av toski. Á seinastu yvirlitstroling í september 2017 sást tó toskur í øllum støddum, og ikki einans stórur fiskur, eins og vanligt plagdi at vera. Vit eru tí sera spent til næstu yvirlitstroling, ið verður í mars 2018. Viðvíkjandi hýsu, so sæst tann góði 2016 árgangurin nú aftur í yvirlitstrolingunum og nøgdin av hýsu á Bankanum er farin at líkjast tí, sum fyrr var vanligt. Hav og vistskipanir Havstovan hevur í fleiri ár luttikið í altjóða gransking av havfrøðini í Norðuratlantshavi. Eitt havfrøðiligt fyribrigdi, ið hevur verið staðfest hesi bæði seinastu árini er, at tann subpolari meldurin, ið hevur sítt miðstað í Irmingarhavinum, hevur verið óvanliga sterkur. Hetta ger, at kaldur sjógvur av arktiskum uppruna , ið hevur nógv av tøðevnum og æti í sær, verður førdur víða um, bæði vestan fyri Føroyar, framvið Føroyum og inn í Norðurhøv. Trúligt er, at hetta hevur góða ávirkan á uppsjóvarfiskin á okkara leiðum og eigur at kannast nærri. Á Landgrunninum var sera nógvur gróður í 2017. Gróðurin var líka nógvur sum tey sera góðu árini 2000 og 2001. Árini frammanundan hava vit sæð týðiligt samband millum gróðurin og fisk og sjófugl á Landgrunninum, og tað sum vit higartil hava sæð, tykist hetta eisini at hava verið galdandi hesaferð. Væl kom undan, bæði av sjófuglapisum og av yngli íroknað nebbasild og hvítingsbróðri og botnfiskurin hevði nógv at eta. Er tað alsamt meira og meira vanligt, at vit velja at búgva einsamøll enn at búgva saman við maka og møguliga eisini børnum Er tað meira aksepterað av samfelagnum, um vit velja at liva einsamøll Í fjør heyst, tá Jónheðin Tróndheim á Argjum, skuldi heingja seyðakjøtið hjá sær upp at turka, valdi hann at heingja tjúkt plastikk fyri rimarnar í hjallinum og so seta ein avfuktara inn í hjallin. Á henda hátt hevur hann fingið vakurt, turt og sera vælsmakkandi kjøt og turkingarprosessin er framskunda rættiliga nógv, sigur Jónheðin Tróndheim í samrøðu við morgunsendingina. Elin í Stórustovu var hjá Taks, har hon hitti Jóruna Gaardbo Olsen. Elin spurdi, um tey síggja, hvussu nógvir av pakkunum, sum koma til landið, eru keypt av ungum. Jórun greiddi frá. Donald Trump er ógvuliga væl úmtóktur millum republikanskar veljarar, men hann er søguliga illa lýddur av demokratunum og teimum óheftu. Miðlarnir velja í alsamt størri mun síðu, og algoritmurnar á sosialu miðlunum gera, at brúkarin í stórum bara sær sjónarmið, sum viðkomandi tekur undir við. Eg klári ikki at lata vera og vil so fegin gera enn eina roynd, sigur Gunnar Hjelm, sum eisini luttók í kappingini í Danmark í 2011. Tá gjørdist hann nummar tvey. Hesin ítrótturin gevur mær so nógv og hjálpir mær ígjøgnum teir tungu dagarnir, sum nú einaferð kunnu vera, sigur Gunnar Hjelm og heldur fram Eg havi gjørt eina avtalu við son mín, Teit, at hetta er nakað, sum vit báðir skulu klára saman. Eg vil so so fegin, at hann skal fáa tað uplivingina saman við mær, sigur Gunnar Hjelm. Vit hava leitað okkum inn í Finsen, gamla kommunuskúlan í Havn, sum umframt at hýsa 33 leiguíbúðir, eisini skal vera karmur um konsertsal, verkstað og framsýningarhøli. Tá man er 15 ár kann man geva samtykki til, at ein annar persónur tekur eina nakinmynd av tær. Hesin persónur kann so hava myndina við tínum samtykki. Men um viðkomandi sendir hesa mynd víðari til onnur, so er tað barnaporno. Samtykkið kann takast aftur Tað vil siga, at um tú biður onkran sletta eina mynda av tær, so skal viðkomandi gera tað beinavegin. Um hann ikki ger tað, so er tað eisini barnaporno. Øll hesi brot koma á revsiváttanina. Hetta kann hava stóran týdning fyri framtíðina hjá fólki, tí nógvir arbeiðsgevarar ynskja at síggja eina revsiváttan, áðrenn teir seta fólk í starv. Tað kann eisini verða trupult at koma inn í summi lond, til dømis USA, um man ikki hevur eina reina revsiváttan. Rúna í Baianstovur er doktari og lektari í sosialum arbeiði á rebro Universiteti í Svøríki. Nakað fyri jól kom bók út, sum hon hevur skrivað, ið viðger Heiður heiðursharðskap og ágang, sum verður knýtt til innflytarar úr ávísum londum. Rúna kom sjálv út fyri ógvusligari hending, tá ið táverandi maður hennara var dripin á universitetinum fyri tíggju árum síðan. Ta ferðina var motivið hevnd. Rúna í Baianstovu heldur tað hava stóran týdning at lýsa heiðursharðskap sum hugtak fjølbroytt, so at fólk ikki vera avbyrgd ella koyrd í bás. Hon óttast eina vaksandi rasismu í Svøríki og mælir til betri samrøðu, nú trupulleikar av innflytarum og paralellsamfeløgum elva til split í fólkinum. Rúna hevur kent ágang á egnum kroppi, síðan bókin kom út. Hoyr áhugaverda samrøðu við havnarkvinnuna Rúnu í Baianstovu, sum hevur arbeitt við migratión í Svøríki síðan síðst í 1980 árunum. Atlantic Airways hevur samskifti við flogvøllin í Keypmannahavn um avslátturin, sum flogvøllurin ætlar at geva flogfeløgunum, sum ofta flúgva til Keypmannahavnar. Íslendska Sif Gunnarsdóttir hevur verið eyðsýnd í føroyskum mentanarlívi seinastu fimm árini, sum hon hevur stjórnað Norðurlandahúsinum. Nú fer hon aftur til Íslands í starv sum mentanarstjóri í Reykjavík. Hon fegnast um tíðina í Føroyum og starvið, sum hevur givið henni so nógv. Vit práta við Sif um virðir, eginleikar, uppvøkstur og mangt annað. Sif Gunnarsdóttir var Hósdagsgestur í seinnapartssendingini Nón. Eitt granskingarlið í Johns Hopkins University í USA hevur royndarkoyrt eina mannagongd, sum kann fáa eyga á átta vanlig sløg av krabba nógv fyrr enn higartil hevur verið vanligt. At finna krabbamein tíðliga er altavgerandi, og tí kann hetta fara at minnka um deyðatíttleikan millum krabbameinssjúklingar sigur Cristian Tomasetti á Johns Hopkins University við BBC. Mannagongdin var royndarkoyrd við 1,005 sjúklingum, sum høvdu krabbamein í eggrót, livur, maga, briskertli, vælindi, kolon, lunga og brósti, sum ikki enn hevði spjatt seg til aðrar partar av kroppinum. DNA frá krabbameinskyknum er øðrvísi enn vanligt DNA, og við hesum ber til at finna krabbasjúkuna fyrr, sigur bretski krabbameinsgranskarin Richard Marais við BBC. Sunnuva Bæk, sum er ein av fyriskiparunum av Vetrarjazzi 2018, sigur, at nú, 10 ár eru liðin, síðani fyrsti vetrarjazzfestivalurin varð hildin, verður okkurt serligt gjørt burturúr. Og hetta serliga er 10 konsertir uppá ein dag, og tann dagurin verður leygardagin 27. januar. Hetta, og umframt tað, at kvinnur ikki eru serliga væl umboðaðar í jazzi og harvið eisini Vetrarjazzi 2018 greiðir Sunnuva frá í innslagnum, sum varð sent í Vikuskifti 19. januar 2018 Sjúklingar verða javnan sendir til Danmarkar, men tað er ikki vist, at tey sleppa at hava heilivágin, sum læknin gevur teimum, við sær aftur til Føroya. Hetta má broytast, heldur løgtingslimurin Jenis av Rana úr Miðflokkinum. Vit hava spurt okkum fyri hjá landsstýriskvinnuni við heilsumálum, Sirið Stenberg. Hon lovar í telduposti at venda aftur, tá hon hevur fingið greiðu á støðuni. Tað eru tíggju ár síðani avtala var gjørd við grønlendskar myndugleikar um, at føroyingar skuldu rudda upp eftir sær, men einki varð gjørt fyrr enn í fjør, tá føroyska sendinevndin var í Føroyingahavnini og metti um støðuna. Veghæddin í Biskupstorgi í Klaksvík er frámatrikulerað. Tað merkir, um onkur hevur hug at keypa, heldur enn at leiga, ber tað eisini til. Danska stjórnin samskiftir við sponsku stjórnina í Madrid, sigur Henrik Dahl, framsøgufólk í uttanríkismálum hjá Liberal Alliance við TV2. Tað virkar sum um, at her er onkur, sum hevur lagt trýst á teir um at vísa, at mann er ikki hugaður at geva honum nakra tign við at fara á fund við hann, sigur Magni Arge Onki grundarlag er fyri einum rættarmáli móti grannskoðanini. Tað sigur Anne Buhl Bjelke, advokatur hjá grannskoðaranum, Hans Laksá og grannskoðaravirkinum, Nota. Anne Buhl Bjelke sigur, at kanningar, sum eru gjørdar í málinum vísa, at grannskoðanin onki skeivt hevur gjørt. Tí er tað skeivt at brúka pengar og orku til hetta rættarmálið móti grannskoðanini. Fíggjarligt Støðufesti hevur sjálvt fingið eina óhefta meting av arbeiðnum hjá grannskoðaranum, sum er gjørd av tveimum royndum serfrøðingum. Teir hava skrivað eina fráboðan, sum er meir enn 100 síður. Ikki eina tí einastu ferð hava grannskoðararnir kunna víst á atfinningar av arbeiðnum hjá grannskoðarunum hjá Eik Banka, sigur Anne Buhl Bjelke. Anne Buhl Bjelke vísir eisini á, at í málinum móti Roskilde Bank var grannskoðarin eisini stevndur. Dómurin fríkendi tó bæði bankan og grannskoðarin. Fíggjarligt Støðufesti hevur kært tann dómin móti bankanum, men ikki móti grannskoðanini. Hetta metur Anne Buhl Bjelke sum eina greiða ábending um, at Fíggjarligt Støðufesti hevur góðtikið, at grannskoðararnir ikki kunna ábyrdast fyri støðuna í kollsilgdu bankunum. Hatta verður bara verri , Fá tær ein yngri og Far frá honum, meðan tú enn orkar eru nøkur av ráðunum, lurtarar geva sjómanskonuni, sum er troytt av manninum, sum als ikki vil samskifta. Onnur evni, ið eisini verða viðgjørd, eru barnauppaling og borðsiður, eiga pápar at fara í barnsburðarfarloyvi, og skal ein kvinna kempa fyri at fáa mannin og parlagið aftur. Tað er óneyðugt við eini royndarskipan í Føroyum við medisinskum kannabis. Tí sum nú er hava sjúklingar við serligum tørvi rættiliga góðar møguleikar at fáa kannabis heilivág frá lækna. Løgtingið skal annars í februar viðgera, um fólk skulu kunna fáa kannabis sum heilivág. Tað er Jenis av Rana, tingmaður fyri Miðflokkin, sum hevur lagt uppskot til samtyktar fyri tingið, um at løgtingið heitir á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið uppskot til løgtingslóg um eina royndarskipan viðvíkjandi nýtslu av medisinskum cannabis. Læknar í Føroyum hava longu heimild at útskriva kannabis heilivág. Vit hava viðgjørt spurningin saman við landslæknanum og landsapotekaranum. Niðurstøðan hjá okkara fakmyndugleikum er, at innanfyri ta skipan, sum vit hava í dag, hava vit heimild at hjálpa teimum sjúklingum, sum hava tørv á kannabis heilivági, sigur Sirið Stenberg. Og IEA sigur seg hava varhugan av, at amerikanska sølan av olju úr USA um stutta tíð verður hægri enn sølan, bæði úr Saudiarabia og Ruslandi. Sølan hjá Venezuela er støðugt minkað seinastu árini, og í desember var sølan 1,6 milliónir tunnur um dagin. Sølan nú er ikki meir enn helvtina av søluni hjá Venezuela í 1999, tá fyrrverandi forsetin, Hugo Chaves tók við valdinum í landinum. IEA væntar økta sølu úr londum sum Brasil og Kanada, meðan sølan úr øðrum londum, eitt nú Mexico og Kina, fer at minka í ár. Men eftirspurningurin eftir olju fer at hækka upp í umleið 100 milliónir tunnur um dagin í ár. Signar Dam sigur, at hann hevur roynt at útskriva kannabis heilivág til ein sjúkling, sum hevði krabbamein. Men tað bar ikki til hjá honum. Landsstýriskvinnan í heilsumálum, Sirið Stenberg, segði við Kringvarpið fyrr í dag, at sum er hava allir kommunulæknar og allir yvirlæknar á sjúkrahúsinum møguleika at útskriva resept upp á medisinskt kannabis. Men hetta er ikki satt, sigur Signar Dam. Tvørturímóti. Eg bleiv kløkkur, tá eg hoyrdi hatta. Tí hatta samsvarar als ikki við, hvussu eg havi upplivað kannabis støðuna, sigur Signar Dam. Antin veit hon ikki betur, ella veit eg ikki betur. Men um so er, at eg kann útskriva kannabis, burdi eg fingið boð um tað, sigur Signar Dam. Forsætisráðharrin greiddi Fólkatinginum frá, at Grønland hevur stórar búskaparligar avbjóðingar fyri framman. Eitt nú ætlar Grønland at gera tríggjar nýggjar flogvallir, sum ikki eru haldførir. Yvirskipað er støðan tann, at Grønland hevur sera stórar búskaparligar avbjóðingar, um Grønland verður sjálvstøðugt, sigur Lars Løkke Rasmussen. Tað er ikki tí at eg ræðist at hitta katalanska leiðaran, men eg má raðfesta mína tíð, og eg brúki best mín tíð til mál av grønlendskum áhuga, sigur grønlendska fólkatingskvinnan við Sermitsiaq. Hetta er eitt samstarv, ið vit á Føroya Tele hava verið sera fegin um og sjálvandi koma at halda áfram við, hóast vit nú selja ognarlut okkara, sigur Hans Jákup Langgaard, stjóri á FT Samskifti í eini fráboðan á heimasíðuni. Línuskipini á Flemish cap, sum hava fingið væl av fiski, hava verið inni og landað. Fiskurin verður sendur til Fiskamarknaðin í bingjum. Garnaskipini royna eftir svartkalva, men sambært Fiskamarknaðinum er so sum so við fiskiskapinum, og tí er ilt at siga, nær tey landa. Jógvan Skorheim og Kazutaka Sangen, borgarstjórar í ávíkavist Klaksvík og Taiji í Japan, skrivaðu fyrradagin formliga undir vinarbýaravtaluna millum kommunurnar báðar. Ein forvitin ísbjørn var skotin í Eysturgrønlandi, tá fólk á einum ellisheimi løgdu til merkis, at hon stóð og lúrdi inn gjøgnum vindeyga. Tað er ikki loyvt at skjóta ísbjørn uttan serliga kvotu ella uttan so at lív er í vanda, og tí verður hetta drápið kannað av løgregluni í løtuni, skrivar KNR. Landsstýriskvinnan í heilsumálum, Sirið Stenberg, vísir á, at fólkatingið hevur samtykt at gera eina royndarskipan við medisinskum kannabis, hóast fakfólk ávara um hetta. Hetta er óheppi, heldur hon. Jenis av Rana, sum hevur lagt uppskot fyri løgtingið um eina royndarskipan við medisinskum kannabis, heldur tað eisini vera óheppið at ganga ímóti heilsufakligu tilmælunum. Sirið Stenberg vil ikki beinleiðis ráða løgtinginum frá at samtykkja uppskotið hjá Jenis av Rana um royndarskipan við kannabis, men hon mælir til at brúka verandi møguleikar fyrst. Tað eru í løtuni sponsk handtøkuboð á katalanska loysingarleiðaranum, og tað merkir, at hann verður handtikin, um hann kemur aftur til Spania. Ongastaðni millum stóru kommunurnar í landinum var lutfalsligi fólkavøksturin so stórur í fjør, sum í Sjóvar kommunu, har fólkatalið vaks við 5,5 prosentum. Men her skal havast í huga, at í Tórshavn ar kommunu búgva 42 prosent av fólkunum, so lutfalsliga var fólkavøksturin væl minni enn í Sjóvar kommunu. Komandi undirsjóvartunnilin, sum bindir Runavík, Strendur og Havnina saman, er sjálvandi ein týðandi orsøk til at kommunan hevur lutfalsliga størsta vøksturin í landinum. Sambært borgarstjóranum á Sandi, Brandi Sandoy, sum finst hvassliga at avgerðini hjá Strandafaraskipum landsins, skulu 150 fólk úr Sandoynni til Havnar og vera í Havn klokkan átta í morgun. Ein frekvens umformari er farin, og hitin frá tí brekinum hevur gjørt skaða á aðra tøkni. Og eykalutir eru ikki til taks í landinum. Sambært borgarstjóranum á Sandi, Brandi Sandoy, sum finst hvassliga at avgerðini hjá Strandafaraskipum landsins, skulu 150 fólk úr Sandoynni til Havnar og vera í Havn klokkan átta í morgun. Carles Puigdemont skal eftir ætlan verða við í kjaktiltaki á lærda háskúlanum í Keypmannahavn seinnapartin í dag, og føroyski fólkatingslimurin, Magni Arge, hevur eisini vegna Tjóðveldi boðið honum á fund í Fólkatinginum. Spanskir myndugleikar hava hótt við at fáa spanska dómstólin at senda út nýggj boð í Evropa, sum skulu tryggja, at Puigdemont verður handtikin í Danmark og útflýggjaður Spania. Loysingarleiðarin fór í útlegd til Belgia, eftir at hann í oktober stóð á odda fyri fólkaatkvøðuni um at Katalonia skal loysa frá Spania. Spanski myndugleikar søgdu, at fólkaatkvøðan var ólóglig, men úrslitið var, at níggju av tíggju, sum vóru á vali, vildu loysa frá Spania. Tá katalonska parlamentið kortini kunngjørdi, at Katalonia er sjálvstøðugt, avgjørdi spanska stjórnin í Madrid at senda katalonska parlamentið til hús og skriva út nýval. Síðani vórðu boð send út um at handtaka Carles Puigdemont, hesi boð vórðu ógildað 5. desember. Men í Spania eru framvegis boðini, at hann skal handtakast, um hann kemur til spania. Upprunaliga skuldi senatið í nátt havt atkvøtt um fíggjarlógaruppskotið, soleiðis at stongsilin av almenna amerikanska geiranum verður tikin av í dag, men semja er ikki um hana enn. Fleiri almennir stovnar hava verið stongdir, eftir at USA fór í sonevnt shutdown leygarnáttina. Senatið feldi uppskot um fyribils at halda fram við verðandi skipan til miðskeiðis í februar, í vón um, at tey tá eru vorðin samd um fíggjarlógina fyri 2018. Um vikuskiftið hava bara nøkur fáa søvn og tjóðarlundir verið stongd. Men nú vikuskiftið er farið aftur um bak, fer stongsilin at raka munnandi harðari, nú fleiri hundraðtúsund starvsfólk hjá tí almenna mugu sita heima uttan løn í morgun. Sum treyt fyri at taka undir við at leingja fíggjarlógina krevja demokratarnir, at republikanararnir loyva 800 túsund ungdómum, sum ólógligar vórðu fluttir til USA sum børn, at verða vernadi í USA, gjøgnum DACA skipanina, sum Barack Obama setti í gildi. Donald Trump, forseti, hevur sett úr gildi DACA. Men hann hevur fleiri ferðir sagt, at hann skilir tey ungu, og hann hevur sagt, at hann kann seta DACA í verk aftur, um demokratarnir taka undir við at herða reglurnar fyri tilflytarar og hvussu múrurin móti Meksiko skal fíggjast. Fyri at fáa samtykt fíggjarlógina, skulu verða 60 móti 40 atkvøðum fyri at fáa meirluta í Senatinum, og republikanarar hava ikki nóg nógvar atkvøður einsamallir til at fáa hana samtykta. Formaðurin fyri demokratiska minnilutan, Chuck Schumer, sigur, at hann hevur roynt at fáa semju í lag, men at hann ikki hevur fingið greitt svar frá forsetanum. Trump er sjálvur undir stórum trýsti frá konservativu republikanarunum, sum eru í móti allari óskrásettari tilflyting. Seinastu ferð almenni amerikanski geirin stóð við ongari fíggjarlóg var í 2013. Tá vóru meiri enn 800 túsund fólk koyrd heim fyribils. Jón Rasmussen úr Klaksvík og konan Valborg f. Brattaberg úr Vági hava í meir enn 15 ár virkað í Grønlandi. Hann sum verkfrøðingur og hon sum lærari. Tey fyrstu mongu árini vóru tey í Tasilak í Eysturgrønlandi. Jón hevði starv sum kommunuverkfrøðingur, meðan Valborg starvaðist sum lærari í fólkaskúlanum har. Kommunan fevnir um alla Ammassalik leiðina við býnum Tasilak og fleiri bygdum, eitt nú Kulusuk og Kummiut. Fólkatalið er støðugt í økinum, men flutt verður av bygd í bý. Kommunan roynir eftir førimuni at menna liviumstøðurnar hjá fólkinum. Vit vilja vísa at vit eru nógv sum ikki vilja liva í bilosi og vilja hava allar hesar bilarnar vekk, sigur Marit Jóhansdóttur Magnussen. Húsini hjá Marit standa beint við høvuðsvegin, og tað er mangan hon ikki fær sovið fyri billarmi. Húsini ristast eisini tá stóru bilarnir koyra framvið. Og tað er ikki bert Marit, sum hevur tað soleiðis. Vinnunevndin hevur fingið freist til 16.februar at skriva álit um lógaruppskotið um veiðigjald, sum nevndin hevur havt síðani 16.november í fjør. Uppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, er, at tey, sum fiska, skulu gjalda landskassanum tilfeingisgjald fyri serliga stóra vinningin, sum fiskiskapurin kann geva. Øll, sum eru í sama bólki, skulu gjalda sama gjald fyri kilo, so at tað loysir seg at fáa sum mest burtur úr hvørjum kilo í landingar virði. Í uppskotinum verður mælt til, at vinningur, størri enn 10 prosent av søluvirðinum, verður roknaður sum serliga stórur vinningur. Og av honum verða 70 prosent ásett sum veiðigjald. Lógin fær ikki fullan virknað fyrr enn í 2020, og tí verður fyribils gjald sett á í 2018 og 2019 sum partur av avreiðingarvirðinum. Heimaflotin, trolarar, línuskip og útróðrarbátar, sum fiska botnfisk, fara sambært uppskotinum og útrokningunum ikki at gjalda veiðigjald í 2018 og 2019. Hóast danski staturin eigur partafelagið Danske Spil, kann danska stjórnin ikki veita trygd fyri, at avtalan við P f Ítróttarvedding heldur fram. Tí hevur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, fingið Fíggjarnevndina í fólkatinginum at spyrja Kristian Jensen, fíggjarmálaráðharra, um ein møgulig søla fer at ávirka avtaluna millum Danske Spil og Ítróttarvedding. Kristian Jensen sigur, at danska stjórnin kann ikki veita trygd fyri, at avtalan millum Danska Spil A S og P f Ítróttarvedding heldur fram, sama hvør eigur Danske Spil. Í fjør fekk sendimaðurin í Moskva 55.000 krónur um mánaðin, sendimenninir í Reykjavík og London fingu 54.000 krónur og sendikvinna í Brússel fekk 44.000 krónur Og tað er netto mánaðarløn og útiviðbót, sum er skattafrí. Millum annað skulu tey hava drúgvar royndir við at samskifta við myndugleikar heima sum úti, og tey skulu vera álitisvekjandi og hava góð samstarvsevni og leiðsluroyndir. Endamálið við flytingum millum heimatænastu og sendistovur er at tryggja, at sendifólkini hava dygga og dagførda vitan um uttanríkispolitisku áhugamál Føroya. Harumframt hevur tað týdning fyri uttanríkistænastuna at fáa sendifólk heimaftur at arbeiða við tí vitan og teimum royndum, sum tey hava fingið í sendistovunum, stendur í svarinum. Eitt nú í Amerika og Australia eru fleiri fólk innløgd við virusinum, ið nevnist H3N2, og somuleiðis eru hetta virusið staðfest í Europa. Í læknahúsinum í Gundadali hava vit ikki sæð ella hoyrt nakað um júst hatta virusið, sum annars ger um seg úti í heimi. Tað, vit síggja nógv av, er tann vanliga influensan, sigur Jenis av Rana. Tað er torført at sleppa undan influensu, men tað snýr seg um at hugsa nógv um reinføri, serliga við at vaska hendurnar ofta, sigur Jenis av Rana. Hevur tú fepur, skalt tú halda teg heima við hús. Og annars snýr tað seg um at slappa av og vera góður við seg sjálvan, til mann merkir, at tað gongur rætta vegin aftur, sigur Jenis av Rana. Tá tú setur bilin frá tær í einum parkeringsbási, er betri, at tú bakkar inn í básin, heldur enn at koyra beint inn. Hetta vísir nýggj kanning, sum danska skaðanevndin hevur gjørt. Sendingina kanst tú hoyra her. Tey sum eru við í sendingini eru Jóannes Debes Robert Lang Karin E. Poulsen Tentla Johansen Margeir Zachariasen Rúni Hansen Benn Arabo Húgerð Arabo Jóhannes Jensen, stjóri í Gist og Vist, er burturstaddur, men hann sigur í stuttari viðmerking, at bíleggingar verða gjørdar við fyrivarni, til tey hava fingið neyðugu loyvini til húsini Frammi við Gjónna. Tað er ikki nøktandi, at Strandferðslan ikki hevur eitt eykaskip, sum skjótt kann setast í sigling, tá Teistin hevur tekniskar trupulleikar. Tað sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni, sum vísir aftur atfinningunum um, at ov long tíð gekk, til ferðafólk fingu nakað at vita um siglingina um Skopunarfjørð, tá Teistin fekk tekniskar trupulleikar í gjár. Hilmar Eliasen sigur, at besta loysnin hevði verið at havt eina bilferju tøka aftrat, tí tað ganga nøkur ár, til koyrandi verður undir Skopunarfirði. Men tað hevur verið trupult at fáa politikararnar at taka undir við at útvega eitt minni avloysaraskip, sum altíð er tøkt, sigur hann. Men tá Kristin Michelsen fekk heimild frá Tvøroyrara býráð um bæði at vera borgarstjóri og løgtingsmaður í senn, var hann sjálvur við til at atkvøða í málinum. Nú katalonski loysingarleiðarin, Carles Puigdemont, er í Danmark, og í morgin skal hitta danskar politikarar, vórðu føroysku fólkatingsmenninir, Magni Arge og Sjúrður Skaale, í sendingini DR Dagen hjá danska sjónvarpinum. Úrslitið av atkvøðugreiðsluni í Senatinum var, at 81 vóru fyri at leingja fíggjarlógina og 18 vóru í móti. Eisini í umboðsmannatinginum var meiriluti fyri uppskotinum. DACA verjir hesi børn, veitir trygd fyri, at tey ikki verða víst úr landinum, og at tey kunnu fáa arbeiðsloyvi. Verjan hevur tvey ára gildistíð, og kann so endurnýggjast. Donald Trump, forseti, hevur fleiri ferðir tosað um at strika DACA skipanina, sum Barack Obama setti í verk, men Demokratarnir vilja varðveita skipanina. Tí kravdu demokratarnir trygd fyri, at skipanin heldur fram, um teir skuldu taka undir við at fíggjarlógin verður longd til 8. februar, upplýsir floksformaðurin hjá demokratunum í Senatinum, Chuck Schumer. Eftir drúgt kjak, tilboð og mót tilboð, eru republikanski leiðarin og eg vorðnir samdir, segði Chuck Schumer við fjølmiðlar í gjárkvøldið. Fríggjadagin atkvøddi Senatið ímóti fíggjarlógaruppskotinum fyri almenna geiran, og tí vórðu meginparturin av almennu stovnunum stongdir. Við ongari fíggjarlóg kann almenni geirin ikki virka, uttan so at talan er um neyðstøðu. Tí hava fleiri hundraðtúsund amerikanarar sitið við hús síðani fríggjadagin við ongari løn. Vinnumálaráðið sigur, at galdandi lóg er frá eini tíð, tá samskiftið við myndugleikar var við vanligum brøvum. Ella varð tøkni brúkt, sum ikki longur verður brúkt. Týski Javnaðarflokkurin boðaði eftir valið frá, at flokkurin ikki fór í stjórn saman við Angelu Merkel, samveldiskanslara. Flokkurin hevur nú broytt støðu, og sigur seg vera til reiðar at samstarva. Avgerðin varð tikin á landsfundi í Bonn um vikuskiftið, eftir at formaðurin í flokkinum, Martin Schulze, hevði talað fyri samstarvinum. Á landsfundnum var atkvøðugreiðsla, og tá atkvøðurnar vóru taldar var greitt, at 562 atkvøddu fyri samstarvi við Merkel, og 279 atkvøddu ímóti. Nú er klárt hjá flokkinum at fara undir samráðingar við Merkel, men flokkurin skal eisini góðkenna úrslitið, ella samgonguskjaldið, sum flokkarnir koma til, og tí er málið ikki endaliga avgreitt. Pávin viðgongur, at hann hevur sært nógv, tá hann vardi kilska biskuppin, Juan Barros, sum verður kannaður skuldsettur fyri at hava vitað um kynsligan ágang. Hóast Frans pávi segði, at hann angraði orðavalið og tónalagið, tá hann, hósdagin, firtin svaraði spurningum frá journalistum í Kili, segði, at hann samstundis var vísur í, at Juan Barros, prestur, var ósekur og at hann skuldi halda fram í sínum gerningi. Skuldsetingar móti Kardima og Barros gjørdust almennar í 2010, men tað forðaði ikki Frans Páva í at tilnevna Barros til biskup í 2015. Tað er ikki ein einasti drongur, sum hevur nakað prógv móti honum. Tann dagin, tá onkur kann vísa mær prógv, so tosast vit við aftur, segði pávin. Avdúkingin um pedofili og at royna at fjala kynslig brostverk hjá prestum er dyggur smeitur fyri katólsku kirkjuna eisini í Kili. Síðani aldarskifitið eru talsamans 80 prestar skuldsettir fyri kynsligan ágang. Løgfrøðiligu kanningarfólkini gjørdu tó ta niðurstøðu, at skuldsetingarnar móti Kardima vórðu álítandi, og at grundarlag hevði verið fyri rættarsókn, um brotsverkini ikki høvdu verið firnað. Frískúlar verða ikki roknaðir sum partur av almennu fyrisitingini, og tískil kunnu hvørki land ella kommunur ábyrgjast fyri atgerðir hjá frískúlum, stendur í lógarbroyting hjá Mentamálaráðnum. Og innlitslógin og reglurnar um partsinnlit í fyrisitingarlógini eiga heldur ikki at vera galdandi fyri privatar sjálvsognarstovnar, sigur Mentamálaráðið. Stuðulin úr landskassanum til frískúlarnar verður roknaður soleiðis, at hann er 85 prosent av tí, sum ein miðalnæmingur kostar í fólkaskúlanum. Stuðulin úr landskassanum var fýra milliónir og 448 túsund krónur. Við nýggju lógini hevði hann verið 98.000 krónur størri, sigur Mentamálaráðið. Sambært galdandi lóg svarar stuðulin til 85 prosent av lærara lønunum. Nýggja lógin ger eisini av við ivamálið, um landið skal lata stuðul til forskúlar í frískúlum. Teir eru burturav kommunalir, og tí eigur landið ikki at lata teimum pengar. Fólk úr londum sum USA, Kekkia, Turklandi, Hollandi, Japan og Onglandi hittust til integratiónstiltak í Posthúskjallaranum í Havn, har tey fingu høvi at læra onnur at kenna. Hóast undirtøkan ikki var hin størsta, vóru nógvar áhugaverdar søgur at hoyra frá útlendingum, sum av ymsum orsøkum hava valt at búseta seg ella at vitja Føroyar. Eitt nú Maiike úr Hollandi, sum er og ferðast í Føroyum í tveir mánaðir, Hiromasa, sum er fluttur higar fyri hálvum ári síðani og Frank úr Kekkia, sum hevur keypt sær hús Sørvági. Tað eru Carlsen systrarnar Vanja, Laila og Barbara, sum skulu luttaka í stóru donsku sangkappingini við sanginum Standing up for love . Vit eru uppvaksnar við Melodi Grand Prix, og minnast serliga væl teir ymsu luttakararnar frá tí vit vóru yngri, og vit sótu heima í stovuni øll familjan og hugdu, sigur Laila Carlsen. Næstu tíðina skulu vit sjálvandi venja sangin og eisini tosa við fólkini handan grand prixið um eitt nú hár, klæðir og sminku, siga systrarnar. Sambært umboðsmanni teirra, Henrik Sørensen, sum hevur arbeitt við danska grand prixnum í meir enn 30 ár, hava Laila, Vanja og Barbara góðar møguleikar at kunna umboða Danmark í altjóða sangkappingini, sum verður í mai. Fyrst og fremst syngja tær ein sang, sum veruliga fangar og svingar væl. Harafturat syngja tær fantastiska væl, síggja gott út og eru dámligar í allar mátar, sigur Henrik Sørensen. Støðan í Katalonia, millum katalonsku veljararnar og sponsku miðstjórnina í Madrid, er so langt frá tí, sum vit í Norðurlondum skilja fyri fólkaræði, og tí vil eg bjóða Charles Puigdemont í Fólkatingið at greiða frá støðuni í Katalonia, og svara spurningurm frá donskum politikarum, sigur Magni Arge, føroyskt umboð í Fólkatinginum. Jarðskjálvtin í morgun var 10 kilometrar undir havbotninum, nærum tríggjar fjórðingar í landssynning úr oynni Kodiak í amerikanska deilstatinum, Alaska. Ein boya skrásetti eina 10 metrar høga aldu í landnyrðing beint norðanfyri jarðskjálvta miðdepilin. Og aldan kann raka Kodiak hvørja løtu. Tveir tímar kunnu ganga, áðrenn aldan møguliga rakar Britsh Columbia, og uppaftur longri tíð til hon kann raka amerikonsku vesturstrondina. Fólk í hesum vandaøkjum hava fingið boð um at fara burtur frá sjónum og niðan í hæddirnar. Myndugleikar ávara um, at fleiri flóðaldur kunnu koma, og at ikki er vist, at fyrsta flóðaldan sum rakar, er hin størsta. Ávaring er eisini send út fyri strondina í Kalifornia og Oregon og pørtum av deilstatinum Washington um at vera á varðhaldi fyri flóðaldu. Á sosialu miðlunum skriva fólk, at jarðskjálvtin merktist í stórbýnum, Anchorage, í Alaska, sum er fleiri hundrað kilometrar frá Kodiak. Tað var ein stór uppliving at sita í høllini í Kroatia og síggja EM hondbólt, sigur Rúni Mohr, sum hevur verið áhugaður í hondbólti frá barnaárum. Sáttmálin millum Ísland og Føroyar, sum varð gjørdur í januar í fjør, loyvdi annars føroyskum skipum at fiska lodnu til 30.apríl í ár. Men altingið setti sáttmálan úr gildi millum jól og nýggjár. Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, í svari til Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmann, sum spurdi, hvussu leingi fólk skulu bíða eftir at sleppa í skannararnar í Landssjúkrahúsinum. Um ongar tillagingar verða gjørdar, fer bíðitíðin til MR skannaran væntandi at økjast sum frá líður, tí eftirspurningurin er størri enn verandi orka. Ein møguleiki er at raðfesta virksemið í sjúkrahúsverkinum øðrvísi, soleiðis at meira orka verður brúkt til MR skanning, op minni orka verður brúkt til okkurt annað. Tað uppskotið er eitt frálíkt høvi hjá politisku skipanini saman við serfrøðini, sum væntandi fer at verða hoyrd í málinum, at fáa lýst samansetta spurningin um bíðitíðir í sjúkrahúsverkinum. Vónandi koma vit nærri einum svari upp á hvørja ítøkiliga loysn, vit í Føroyum skulu velja í hesum málinum, sigur Sirið Stenberg í svari sínum. Enn einaferð vóru trupulleikar á farleiðini um Skopunarfjørð. Men mugu sandoyingar bara liva við støðuni, til undirsjóvartunnilin kemur, ella kemur nøkur loysn áðrenn tað Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi, og Henrik Old, landsstýrismaður í Samferðslumálum, kjakast í sjónvarpsstovuni. Kjakið í Degi og Viku í kvøld. Enn einaferð vóru trupulleikar á farleiðini um Skopunarfjørð. Men mugu sandoyingar bara liva við støðuni, til undirsjóvartunnilin kemur, ella kemur nøkur loysn áðrenn tað Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi, og Henrik Old, landsstýrismaður í Samferðslumálum, kjakast í sjónvarpsstovuni. Kjakið í Degi og Viku í kvøld. Hvør er søgan, og hvussu er støðan hjá Norðurkorea. Hendan og aðrar spurningar seta vit í hesum Tematýsdegnum. Fyrri tímin snýr seg um Norðurkorea. Jens Hákun Leo, stjórnmálafrøðingur, sum eisini hevur lisið søgu, fer aftur í tíðina og greinar bakgrundina fyri, at Norðurkorea og Suðurkorea eru sundurskild. Lau Øfjord Blaxekjær, adjunktur á Fróðskaparsetrinum, sum er master í asiatiskum politikki, lýsir støðuna hjá Norðurkorea í dag. Svenska Ingrid Johansson, sum hevur verið diplomatur í høvuðstaðnum Phonyang, lýsir hvussu tað er at vera inni í Norðurkorea, og vit spyrja Jákup Mikkelsen, løgtingsmann, sum vitjaði Japan saman við vinnunevndini, hvussu grannalondini síggja Norðurkorea. Og so nerta vit eisini við norðurkoreanskan tónleik. Í seinna tímanum fara vit suður um markið saman við Birgiri Kruse, ritstjóra á undirvísingarportalinum Snar.fo, sum hevur sett Korea á breddan, og vit viðgera millum annað suðurkoreanska films og tónleikamentan. Vit tosa eisini við Gunnvá Gaard, sum er ættleidd úr Korea. Tað hevur vakt ans, at Koks hevur kunngjørt ætlanir sínar um at flyta matstovuna úr Kirkjubø í húsini Frammi við Gjónna við Leynarvatn, áðrenn myndugleikarnir hava givið loyvi til tess. Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, var ikki ógegningur, hóast hann sjálvur atkvøddi í málinum um at geva sær sjálvum loyvi at vera løgtingsmaður, samstundis sum hann er borgarstjóri. Í einum tíðindaskrivi sigur Edmund Joensen, løgtingsmaður og fyrrverandi fólkatingsmaður, uppíleggingin hjá Tjóðveldi í spanskan uttanríkispolitikk kann skaða føroyskan handil og áhugamál í Spania. Í sambandi við, at katalonski loysingarleiðarin, Puigdemont, hevur vrið í Danmark, spurdi ein katalonskur miðil Marlene Wind, professara í stjórnmálafrøði og leiðara á evropeisku deildini á lærda háskúlanum í Keypmannahavn, um støðuna hjá Føroyum og Grønlandi í ríkisfelagsskapinum. Magni Arge, fólkatingsmaður, sigur, at hann er ovfarin av tí, sum danski professarin, Marlene Wind, hevur sagt við katalonskar miðlar um ríkisfelagsskapin. Men endaliga loysnin er at gera bæði vøggustovu og barnagarð í gamla realskúlanum, tí Heilsuhúsið flytur haðani. Har kunnu vera í minsta lagi 34 børn og í mesta lagi 54. World Economic Forum ger hvørt ár eina meting av javnrættindunum í heiminum, og seinastu 9 árini hevur Ísland ligið á odda, meðan eitt nú Danmark er nummar 14. Íslendski forsætisráðharrin, Katrin Jacobsdóttir sigur við Danmarks Radio, at vøksturin veksur um kvinnur í størri mun eru á arbeiðsmarknaðinum. Og tann gongdin í Íslandi heldur fram, tí á nýggjárinum kom ein lóg í gildi, sum áleggur bæði almennum og privatum fyritøkum, sum hava fleiri enn 25 fólk í starvi, at prógva, at lønin sum verður rindað, er eins fyri kynini, tá talan er um sama arbeiði. Og íslendski forsætisráðharrin, Katrin Jacobsdóttir fegnst um at Altingið samtykti lógina. Hon hevur stóran broytingar við sær á arbeiðsmarknaðinum, men viðhvørt eru slíkar lógir neyðugar, sigur hon við DR. Tað sum órógvar okkum mest, eru smáu plastpettini, sum eru minni enn ein millimetur, tí eingin veit hvørja ávirkan smáu pettini kunnu hava á fisk og fugl, sigur ein av granskarunum, Ingeborg Hallanger við Norska Kringvarpið. Mikroplast er í tannkremi, húðkremi, sminku og øðrum, samstundis sum nógv mikroplast er í syntetiskum klæðum, og fer í náttúruna tá klæðini verða vaskað, tí plastið verður ikki fangað í reinsianleggunum, men fer beinleiðis í havið. Saviour Mifsud, sum upprunaliga er maltesari, men býr í Føroyum, er frítíðarfotografur, og hann hevur júst gjørt ein blogg til ferðafólk. Skúlagøta og Tórgarðsgøta, sum eru høvuðsferðsluæðrin tá foreldur skulu avlevera børnini í Eysturskúlanum, eru ikki gjørdar til stóru ferðsluna við bussum og privatbilum, tá børnini skulu í skúla hesar myrku morgnar. Skúlastýrið í Eysturskúlanum er tí fari at deila út endurskin til næmingar og foreldur, saman við einum stuttum skrivi, sum heitir á foreldrini um at fáa børnini at nýta endurskinini, fyri at minka um vandan fyri ferðsluvanlukkum á staðnum. Hóast nakað verður gjørt við ljósviðurskiftini fram við vegnum og parkeringsøkinum við skúlan innan heilt stutta tíð, so er langt á mál. Fleiri hugskot eru uppi at venda, men tey eru enn bert á tekniborðinum, sigur Sigurd Ó. Vang, sum er leiðari á mentanardeildini hjá Tórshavnar kommunu. Hóast arbeitt verður við ymiskari tøkni, so er tað í løtuni arbeiðið við einum 3D avatari, sum verður gjørdur við myndatólinum á telefonini, ið fólk serliga eru hugtikin av. Føroya váðaráð skal tryggja, at føroyskir myndugleikar í góðari tíð fáa ávaringar um fíggjarligar váðar í samfelagnum, og tilmæli um átøk, sum kunnu fyribyrgja, at fíggjarligir váðar gerast til framtíðar fíggjarkreppur. Føroya váðaráð skal eisini geva peningastovnunum í Føroyum ávaringar og tilmæli, hóast bankar og sparikassar í Føroyum eru danskt málsøki og tí eru undir danska váðaráðnum, Det Systemiske Risikor d. Landsstýriskvinnan í heilsumálum vónar, at eitt uppskot til samtyktar úr andstøðuni kann hjálpa sjúkrahúsverkinum til at stytta bíðitíðirnar. Uppskotið hjá Sambandsflokkinum um viðgerðartrygd er í Trivnaðarnevndini, har tað hevur verið síðani fyrsta viðgerð var 14.november. Sambandsflokkurin heitir á landsstýrið um at seta eina skipan í verk um viðgerðartrygd til allar føroyingar og leggja fram neyðug lógaruppskot í hesum sambandi. Sirið Stenberg sigur seg vóna, at politikarar og serfrøðingar, sum Trivnaðarnevndin vónandi kallar inn, fáa lýst spurningin um bíðitíðir í sjúkrahúsverkinum. Tríggjar virðislønir verða handaðar á almenna tiltakinum, sum er í Bygdarhúsinum í Miðvági. Tær eru Virðisløn til Ungt listafólk, Heiðursgáva Landsins og Mentanarvirðisløn Landsins. Við íblástri úr føroysku náttúruni, skiftandi veðurlagi og tí sparsemi, ið stendst av avmarkaðum tilfeingi, gongur hon á odda innan burðardygga klædnavinnu. Við eini fjøltáttaðari arbeiðsgongd, ið umfatar fleiri nýskapandi hugskot innan formgávu, tilfar, framleiðslu og klædnanýtslu, er Barbara í Gongini farin egnar leiðir. Við íblástri úr føroysku náttúruni, skiftandi veðurlagi og tí sparsemi, ið stendst av avmarkaðum tilfeingi, gongur hon á odda innan burðardygga klædnavinnu. Við eini fjøltáttaðari arbeiðsgongd, ið umfatar fleiri nýskapandi hugskot innan formgávu, tilfar, framleiðslu og klædnanýtslu, er Barbara í Gongini farin egnar leiðir. Samfelagsligi áhugin og arbeiðið fyri javnstøðu í víðastu merking, eisini við atliti at kyni, religión, seksualiteti og aldri, eyðmerkir hennara hugsanar og arbeiðshátt í skapanini av klæðum á høgum listaligum støði. Í støðugum samstarvi við list og listafólk dregur Barbara í Gongini fram tað eyðkenda við plagginum. Hon ber tað saman við tann livandi kroppin og skapar klæðir og tilhoyr, ið geva menniskjanum frælsi at bjóða siðvenjuni av og at menna sín egna samleika. Ein dómsnevnd við umboðum úr ymsum listagreinum hevur valt út tey, sum í ár hava fingið virðislønir. Í dómsnevndini sita Katrina í Geil, Oggi Lamhauge, Knút Háberg Eysturstein, Archibald Black og Martin Næs. Tríggjar virðislønir verða handaðar á almenna tiltakinum, sum er í Bygdarhúsinum í Miðvági. Tær eru Virðisløn til Ungt listafólk, Heiðursgáva Landsins og Mentanarvirðisløn Landsins. Heiðursgáva Landsins 2017. Heiðursgávu Landsins fær Frits Johannesen, fjøllistamaður. Henda virðisløn verður latin fyri at hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv. Heiðursgáva Landsins er 75.000 krónur. Frits Johannesen er tann ótroyttiligi granskarin, har hansara kynstur er at kanna allar møguleikar, sum liggja í tí at skapa og bera fram í skrift og talu. Myndlist, sjónleikur, skaldskapur, sangur og tónleikur eru alt streingir, sum Frits Johannesen leikar so yndisliga og fagurt á. Av og á síggja vit, at eitt stað verður serliga gávað, tí ein ella fleiri av teimum, sum har búgva, eru ómetaliga væl fyri listaliga. Hetta ávirkar lættliga ung sum eldri og setir síni spor í alt umhvørvið, ja, sæst aftur gjøgnum fleiri ættarlið. Frits Johannesen er ein teirra. Sum barn av sínum heimstaði Fuglafirði, hevur hann búð har alt sítt lív, og har hevur hann virkað sum lærari frá 1967 til 2008. Serliga í lærugreinunum sangi, tónleiki og myndlist, tvinnaði Frits skjótt tað pedagogiska við tað kreativa. Støðið varð lagt, og børnini gleddu seg at fara í skúla. Frits Johannesen er tann ótroyttiligi granskarin, har hansara kynstur er at kanna allar møguleikar, sum liggja í tí at skapa og bera fram í skrift og talu. Myndlist, sjónleikur, skaldskapur, sangur og tónleikur eru alt streingir, sum Frits Johannesen leikar so yndisliga og fagurt á. Hann er ríkt gávaður, og tað heldur hann ikki fyri seg sjálvan, men ber tað ósjálvsøkið og gleðiliga víðari. Víðari til skúlabørnini. Víðari til ungdómin, bygdarfólkini og nærumhvørvið við framførslum, framsýningum og listaligum prýði. Og soleiðis eisini víðari til alt Føroya fólk. Frits lærdi næmingarnar at syngja og spæla ymisk ljóðføri, tekna og mála, yrkja og skriva. Umframt hetta hevur hann sjálvur skrivað seks sangleikir, sum hava verið framførdir í Fuglafjarðar skúla. Sum kórleiðari var Frits primus motor hjá Fuglafjarðar gentukóri, ið byrjaði at syngja í 1980. Tá ið hann legði dirigentstavin frá sær í 2001, var talan um eitt serliga gott kór, sum hevði gjørt tilsamans 12 konsertferðir í Norðurlondum og Týsklandi. Kórið hevur ein serligan lokalan stíl við uppruna í føroyskum løgum. Hóast mong ár eru gingin, liva upptøkurnar enn sum ein delikatessa úr Fuglafirði við sínum runda og milda klangi. Fjøllistamaðurin og eldsálin Frits Johannesen hevur altíð verið til reiðar at lyfta, stuðla, eggja og skapa. Hetta hevur verið og er mergurin í øllum lista og mentanarlívi bæði í nærumhvørvinum og í landinum sum heild. Ein dómsnevnd við umboðum úr ymsum listagreinum hevur valt út tey, sum í ár hava fingið virðislønir. Í dómsnevndini sita Katrina í Geil, Oggi Lamhauge, Knút Háberg Eysturstein, Archibald Black og Martin Næs. Tríggjar virðislønir verða handaðar á almenna tiltakinum, sum er í Bygdarhúsinum í Miðvági. Tær eru Virðisløn til Ungt listafólk, Heiðursgáva Landsins og Mentanarvirðisløn Landsins. Henda virðislønin verður latin ungum listafólki, sum hevur víst serliga góð evni, og sum hevur gjørt vart við seg á síni listabreyt. Virðislønin verður latin fyri at eggja til framhaldandi virksemi og menning. Konni hevur fingið tónleikin í vøggugávu, og hennara listagávur eru eyðsýndar. Tó røkkur hetta bert til eitt vist, tí miðvíst arbeiði skal eisini til, um røkkast skal á mál. Listaliga virkið hjá Konni prógvar júst, hvussu týðandi tað er at menna tær gávur, ið eru falnar einum í lut, og hvussu tað loysir seg at gera sær ómak í yrkisligu tilgongdini. Síðan hon trein inn á føroyska tónleikapallin, hevur Konni Kass longu eyðmerkt seg sum eitt evnaríkt, tilvitað og roynt listafólk í mun til sín unga aldur. Tó røkkur hetta bert til eitt vist, tí miðvíst arbeiði skal eisini til, um røkkast skal á mál. Listaliga virkið hjá Konni prógvar júst, hvussu týðandi tað er at menna tær gávur, ið eru falnar einum í lut, og hvussu tað loysir seg at gera sær ómak í yrkisligu tilgongdini. Fyrst fór hon á tónlistaskúla í Svøríki, síðan setti hon sjøtul á yrkisleiðina sum oddakvinna í egnum bólki. Saman við bólkinum hevur Konni ment sín egna stíl, har allir tættir hanga saman rødd, lagsmíð, tekstir, ljóðmynd, framførsla, myndir, grafikkur, klæði og rørslur. Í 2017 var hon tríggjar konsertferðir í Evropa. Harumframt hevur bólkurin spælt á fleiri festivalum í Norðurlondum og Evropa, og fyri framman standa uppaftur fleiri framførslur. Konni Kass var kosin ársins nýggja navn á FMA Føroysku Tónlistavirðislønunum í fjør. Rósta debutútgávan Haphe kom út á plátufelagnum Tutl í 2016, og Konni og bólkurin eru longu farin í gongd við næstu útgávuna. Ein dómsnevnd við umboðum úr ymsum listagreinum hevur valt út tey, sum í ár hava fingið virðislønir. Í dómsnevndini sita Katrina í Geil, Oggi Lamhauge, Knút Háberg Eysturstein, Archibald Black og Martin Næs. Listakvinnan Rannvá Mortensen hevur skrivað sítt fyrsta yrkingasavn, Sólsmakkur. Yrkingasavnið er um feminismu, átrúnað, politikk, samfelag og menniskja. Vit hava vitjað Rannvá, og vit seta allan tann fyrra tíman av til eitt prát um yrkingasavnið, listina og lívið, tá tað gongur við og ímóti. Nýggjur føroyskur podcastur við heitinum Plátuprát hevur sæð dagsins ljós. Tað eru tey bæði Solveig Hanusardóttir Olsen, listfrøðingur, og Knút Háberg Eysturstein, tónleikafrøðingur, sum eru fólkini aftan fyri podcastin. Forsangarin í Cranberries, Dolores O Riordan, doyði í síðstu viku. Í hesum sambandi var minningarhald fyri henni og bólkinum í gamla hotellinum í Miðvági, Magenta, um vikuskiftið, og vit vóru við. Mikukvøldið 24. januar fer Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, at handa árligu virðislønirnar til lista og mentafólk fyri 2017. Virðislønirnar fyri 2017 eru tríggjar í tali Mentanarvirðisløn Landsins, sum er 150.000 krónur. Hon verður latin fyri at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útint listarligt avrik. Heiðursgáva Landsins, sum er 75.000 krónur. Hon verður latin fyri at hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv. Virðisløn til ungt listafólk, sum er 50.000 krónur. Hon verður latin ungum listafólki undir 30 ár, sum hevur víst serliga góð evni og sum hevur gjørt vart við seg á síni listabreyt. Virðislønin til ungt listafólk verður latin fyri at eggja til framhaldandi virksemi og menning. Sum siðvenja er verða nøvnini á teimum, sum fáa mentanarvirðislønirnar, ikki kunngjørd fyrr enn tá virðislønirnar verða handaðar. Í ár verður tað á almennari samkomu í Bygdarhúsinum í Miðvági mikukvøldið 24. januar 2018 Marlene Wind, professari í stjórnmálafrøði og leiðara á deildini fyri evropeiskan politik á lærda háskúlanum í Keypmannahavn, leggur seg skerflata og umber tað, sum hon segði við katalanska miðilin VijaWeb um Føroyar og Grønland. Marlene Wind vísur á, at útsagnirnar vórðu sagdar aftaná ein heitan kjakfund, har hon hevði virkað sum opponentur ella mótstøðumaður til Puigdemont, og at tær vóru sagdar í skemti, og at hon ikki visti av, at samrøðan varð upptikin og brúkt. Strandfaraskip landsins visa aftur skuldsetingunum frá Boga Andreasen, formanni í Vinnunevndini í Tórshavnar kommunu, um bíðirúmið í Nólsoy. Bogi Andreasen sigur, at Strandferðslan hevur sagt upp avtaluna við Tórshavnar havn um bíðirúmið í Nólsoy. Árliga leigan var 16.000 krónur. Hetta er eitt stað, sum latið verður upp, tá allir dagsstovnar eru fullir, og sum verður latið aftur, tá ikki er brúk fyri tí, sigur umsitingin hjá Klaksvíkar kommunu. Tíverri er hetta framvegis eitt tabu, sigur Niels Pauli Larsen, farmakonomur á Tjaldurs apoteki, men hann heitir á mannfólk, at taka tað í álvara, um sinarfelli blívur vanligt. Damudomi er ein óheftur felagsskapur av kvinnum, ið skipar fyri tiltøkum dagarnar upp til altjóða kvinnudagin 8. mars fyri at varpa ljós á ymsu síðurnar av feminismu. 8. mars er so altjóða kvinnudagur, og tá skipar Damudomi, saman við HØRT og Norðurlandahúsinum, fyri einum kvøldi um mensuna. Tær greiða frá, at á kvøldinum verður varpað ljós á og sett orð á, hvussu menstruatiónin kenst. Fólk fara at siga frá sínum royndum og tankum um at hava hana, at ikki hava hana, at ikki hava hana longur og aldrin fara at fáa hana. Hóast skilmarkið millum tað privata og almenna er flótandi í dagsins samfelagi, og flestu fólk deila teirra gerandisdag við alheimin, verður menstruatiónin javnan hildin handan læstar dyr. Hugburðurin er, at hon ikki kemur nøkrum, hinum, øðrum, ella samfelagnum við. Odd Færø er greinari á roknskapardeildini hjá SEV og útbúgvin í vinnubúskapi, og hann hevur haraftrat eina tryggingarútbúgving. Hann fekk 136 atkvøður á kommunuvalinum í 2016. Heimið er í bygninginum hjá samkomuni, Solo Deo Gloria. Samkoman hevur átt bygningin í mong ár, og upprunaliga skuldi hann brúkast til líknandi endamál, sigur Fríðbjørg Michaelsen, leiðari. Átta loyvi eru latin at fiska við línu á Flemish Cap, men har eru fimm føroysk línuskip, Klakkur, Eivind, Kambur, got og Stapin. Tey frysta toskin umborð. Trolarin Ran er eisini vestanfyri við Nýfundland. Hann fiskar svartkalva, og fiskiskapurin hjá honum er eisini góður, hann fær 15 tons um dagin. HB er í trý ár á rað enda uttanfyri heiðursmerkjapláss, og í tvey ár á rað hevur felagið ikki megnað at spælt seg til evropeiska kapping og teir pengarnar, ið fylgja við. Tað eru tey bæði Sólfríð Maria í Rók og Rógvi Dam, ið hava tikið stig til sunnudagsskúlan, sum verður at síggja á netinum einaferð í heyst. Tað er ein sannroynd, at børn brúka nógva tíð á netinum, og tað vísir seg fleiri staðni, at tað eru færri, sum ganga í vanliga sunnudagsskúlanum, sum vit kenna hann, sigur Rógvi Dam. Og tí fer Sinnisbati nú undir at skipa fyri bólkum, sum eru fyri monnum, ið eru avvarðandi hjá kvinnum ella børnum við sálarsjúku. Sinnisbati hevur seinastu árini havt góðar royndir við at hava avvarðandi bólkar fyri vaksin, børn og ung. Men royndir siga okkum, at tað eru rættiliga fáir menn, sum tekna seg til bólkarnar, sigur Erling Fles og heldur fram Tí valdu vit at endurhugsa okkara avvarðandi konsept eitt sindur og hava tí roynt at gera eitt tilboð, sum er ætlað mannfólkum, sum eru avvarðandi. At vera avvarðandi kann kennast hart uppá nógvar mátar, og onkuntíð kann ein hava brúk fyri at tosa við onnur, sum kenna til líknandi støður, siugr Erling Fles. Thorstein Petersen avrikaði meira enn tey flestu. Í 1940 árunum tók hann á seg týðandi uppgávur á øllum mótum, og gjørdist oddviti í politiskari og vinnuligari tjóðarbygging í Føroyum. Hann tók stig til nýggja Sjóvinnubankan, og sum stjóri í honum setti hann sær fyri at fíggja stóru íløgurnar í fiskivinnuni í 30 og 40 árunum. Hann var tann sterki maðurin í tí nýggja Fólkaflokkinum, sum eftir fáum árum var størsti flokkur á tingi. Hann gjørdist undir krígnum harðasti mótstøðumaðurin hjá bæði amtmanni og bretska hersetingarvaldinum. Tað leikaði so hart á, at amtmaður og bretski konsulin ætlaðu at taka hann av ræði og møguliga flyta hann av landinum. Í samráðingunum við danir eftir krígslok um nýggja stjórnarskipan var hann aftur í broddi fylkingar. Hann er stóri sigursharrin á bæði løgtings og fólkatingsvalunum hesi árini. Arbeiðsorkan er øgilig hann er um somu tíð bæði floksformaður, løgtingsformaður, landsstýrismaður, fólkatingslimur, bankastjóri, sakførari, vinnulívsmaður, norskur konsul og annað. Eftir stóran framburð øll 40 árini bráðvendist búskapargongdin fyrst í 50 árunum. Tann váðafúsi Sjóvinnubankin kollsiglur. Sum stjóri verður Thorstein ímyndin av stóra banka og samfelagskrædlinum. Harði dómurin í Landsrættinum tekur fast. Thorstein fær fongulsdóm og missir rættin at virka sum sakførari. Hann fer frá sum landsstýrismaður og fólkatingslimur. Nú byrjar strev hansara fyri persónligari og politiskari uppreisn. Best sum hann eftir drúgt stríð hevur endurvunnið mistu rættindini, rámar óeydnan aftur við lemjandi megi. Lagt til rættis Suni Merkistein Sjónvarpið hevur seinastu vikurnar fleiri ferðir roynt at fáa eina ítøkiliga frágreiðing frá báðum pørtum í býráðnum á Tvøroyri um, hvat stríðið ítøkiliga snýr seg um, men tað hevur ikki eydnast. Jógvan Skorheim, borgarstjóri, sigur, at støðan er ikki tikin til, hvat læknamiðstøðin skal brúkast til, tá læknaviðtalan er flutt. Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, læt á samkomu í Miðvági í gjárkvøldið tilsamans 275.000 krónur til trý listafólk, ein tónleikara, ein fjøllistaman og ein klædnasniðgeva. Thorstein Petersen avrikaði meira enn tey flestu. Í 1940 árunum tók hann á seg týðandi uppgávur á øllum mótum, og gjørdist oddviti í politiskari og vinnuligari tjóðarbygging í Føroyum. Hann tók stig til nýggja Sjóvinnubankan, og sum stjóri í honum setti hann sær fyri at fíggja stóru íløgurnar í fiskivinnuni í 30 og 40 árunum. Hann var tann sterki maðurin í tí nýggja Fólkaflokkinum, sum eftir fáum árum var størsti flokkur á tingi. Hann gjørdist undir krígnum harðasti mótstøðumaðurin hjá bæði amtmanni og bretska hersetingarvaldinum. Tað leikaði so hart á, at amtmaður og bretski konsulin ætlaðu at taka hann av ræði og møguliga flyta hann av landinum. Í samráðingunum við danir eftir krígslok um nýggja stjórnarskipan var hann aftur í broddi fylkingar. Hann er stóri sigursharrin á bæði løgtings og fólkatingsvalunum hesi árini. Arbeiðsorkan er øgilig hann er um somu tíð bæði floksformaður, løgtingsformaður, landsstýrismaður, fólkatingslimur, bankastjóri, sakførari, vinnulívsmaður, norskur konsul og annað. Eftir stóran framburð øll 40 árini bráðvendist búskapargongdin fyrst í 50 árunum. Tann váðafúsi Sjóvinnubankin kollsiglur. Sum stjóri verður Thorstein ímyndin av stóra banka og samfelagskrædlinum. Harði dómurin í Landsrættinum tekur fast. Thorstein fær fongulsdóm og missir rættin at virka sum sakførari. Hann fer frá sum landsstýrismaður og fólkatingslimur. Nú byrjar strev hansara fyri persónligari og politiskari uppreisn. Best sum hann eftir drúgt stríð hevur endurvunnið mistu rættindini, rámar óeydnan aftur við lemjandi megi. Lagt til rættis Suni Merkistein Í hesum mánaðinum rundaði heimsins fólkatal eitt nes, ið merkir at vit í dag eru 7,6 milliardir fólk á Jørðini og vit gerast fleiri og fleiri fyri hvønn dag. Hvussu og hvar veksur heimsins fólkatal Og hvussu fer fólkatalið í Føroyum at hátta seg í framtíðini, spyrja vit í sendingini. Hósdagsgesturin er Ólavur Hátún. Hann tosar um sín alsk til tónleik, er framvegis virkin og hevur fleiri ætlanir, hóast hann er 86 ára gamal og raktur av sjúku. Og í endanum á sendingini, er ein samrøða við danska sjónleikaran Jens Okking, sum millum annað hevði leiklutin sum løgmaður í filminum Barbaru, hann andaðist sunnudagin. Vit hava funnið eina samrøðu, ið Birgir Kruse gjørdi við Okking í 96. Talan er um 46 ymisk mál, sum fevna um tilsamans 35 kilo av kokaini, sløk sjey kilo av amfetamini, 196 gramm av meta amfetamini, og 61 gramm av MDMA. Løgreglan hevur eisini lagt hald á 240 gram av hasji. Ein belgiskur maður, sum løgreglan í Keflavík kannaði, hevði nærum eitt kilo av kokaini uppi í sær. Kokaini varð pakka í 106 pakkar, sum vórðu fjaldir í sodningarleiðini. Ein álvarslig hending var í oktober í fjør, tá ein ungur íslendingur royndi at smugla 42 pakkar av rúsevnum innvortis. Hol kom á ein av pakkunum, sum fór at leka, og maðurin var í skundi fluttur á sjúkrahús, skurðviðgerðin tók tríggjar tímar. Rúsevni, sum verða smuglað innvortis, eru sum oftast reinari, upp í 90 prosent rein, enn tey eru, tá tey verða seld. Tá eru tey í miðal 7 15 prosent rein. Hpv smittan kann millum annað elva til krabbamein í endatarminum, og vandin er serliga stórur hjá monnum, sum hava kynsligt samband við menn. Danska heilsustýrið hevur nú sett í verk royndarverkætlan, har samkyntir og tvíkyntir ungir menn millum 15 og 19 ár, kunnu fáa ókeypis hpv vaksinu. Í Føroyum er einki tilboð til menn. Katrin Kalsberg, serlækni í kvinnusjúkum, fegnast um, at danir víðka tilboðið. Tað áttu vit eisini at gjørt í Føroyum, heldur hon. Sonja Davidsen, ið arbeiðir sum modell og sniðgevi í Danmark, byrjaði fyri skjótt tveimum árum síðani sína egnu kollektión við undirklæðum. Undirklæðini hjá føroyska sniðgevanum eru blivin ógvuliga væl umtókt, og kend fólk sum Kylie Jenner vísa seg á eitt nú Instagram í undirklæðunum, ið nevnast OW Intimates. Men nú hevur stóra svenska fyritøkan Hennez og Mauritz gjørt undirklæðir, ið sambært Sonju Davidsen líkjast alt ov nógv teimum, sum hon hevur sniðgivið tvey ár frammanundan. Tað er irriterandi, at ein so stór fyritøka, kann selja eina rúgvu av undirklæðunum, sum vit hava brúkt nógva tíð og orku upp á at sniðgeva, sigur Sonja Davidsen, sum saman við øðrum fór undir at sniðgeva OW Intimates í 2016. Í løtuni arbeiða vit saman við einum sakførara fyri at finna útav, hvat vit kunnu gera. Tað er ikki sikkurt, at vit kunnu gera nakað sum helst, tí klæðir eru ikki fevnd at lógini um upphavsrætt, sigur Sonja Davidsen, sum enn ikki hevur verið í sambandi við stóru fyritøkuna. Í dag røkkur sendinetið, hvønn einasta tíma í vikuni, meira enn 90 av Føroya fólki. Í morgin, leygardagin, verður stórt tiltak í Østrøm, sum Lindin skipar fyri, og har verður sent beinleiðs við gestum og tónleiki allan dagin, frá klokkan 13 til umleið 23 á kvøldi Tað vita vit ikki heilt. Sofus Olsen, listassavnari, er ikki millum okkara longur men harð varð ein filmur gjørdur, áðrenn hann andaðist. Herleif Hammer er søgufrøðingur og hevur undirvíst í Holocaust. Sambært honum er ikki óhugsandi, at vit kunnu enda í eini líknandi støðu aftur. Er tann rætta løtan, og skeivu fólkini koma til, og tey hava røttu amboðini, so kann tað henda aftur, sigur Herleif Hammer, og vísir á, at tað er neyðugt, at vit eru árvakin, um hendingarnar ikki skulu endurtaka seg Tað er okkara upgáva at vera upp á vakt. Ikki at selja út av grunnleggjandi virðum og annars hugsa um upplýsing, sigur Herleif Hammer Tónleikurin er størsta gáva mannaættin hevur fingið. Og um nakað so iðri eg meg um, at eg ikki hava brúkt meira tíð til tónleikin. Ólavur Hátún hevur lagt varandi varðar eftir seg í føroysku tónleikasøguni. Hann stovnaði Havnarkórið, og hann legði lunnar undir Musikkskúlan, sum nú er grundarlag undir ættarliðum av gávuríkum tónleikarum, ið eitt nú síggjast aftur í Føroya symfoniorkestri. 86 ára gamal leggur hann framvegis ætlanir um konsertir og tiltøk, hóast hann herfyri fekk staðfest krabbamein. Í fyrsta umfari var tað skelkandi. Ein heldur beinanvegin, at nú er deyðin vísur. Eg kann ikki siga, at eg ræðist deyðan, men tankin at skulu fara frá øllum, tað nervaði, sigur Ólavur Hátún millum annað í hesi samrøðuni, har hann eisini kemur inn á fortíð, fyrimyndir, føroyskt og framtíðarætlanir. Dómadagsurið er nú tveir minuttir í midnátt. Seinasta dagføring var í fjør, tá var hon tveir og ein hálvan minutt í midnátt. Nú er hon tveir minuttir í, og so nær hevur hon ikki verið síðani Sovjetsamveldið og USA gjørdu royndir við hydrogenbumbum í 1953. Stigtakararnir í Bas siga, at miseydnaðu royndirnar hjá heimsleiðarum at loysa trupulleikar og skapa samskifti, er orsøkin til, at vit nú nærkast Ragnarrøki annað árið á rað. Teir vísa tó á, at urið kann ganga aftureftir, og at møguleikarnir fyri tí eru nógvir enn. Nakrar fáar 360 myndir eru eru lidnar, og tær fyrstu 50 koma skjótt. Tær myndirnar, sum eru komnar á heimasíðna, eru myndir av nøkrum fjallatindum á Borðoy, Kunoy, Eysturoy, Koltri og Hesti. 360 myndirnar eru serliga ætlaðar teimum føroyingum, sum ikki hava møguleika at fara í fjøllini orsakað av sjúku ella breki, og teimum gomlu, sum sita heima ella á ellisheimum. Tey hava so møguleika at sita framman fyri einum skíggja ella at seta seg við einum VR brillum og uppliva fjallatindarnar, sum vóru tey har, sigur Pól Sundskarð. Siður er at fólk í Uttanríkisráðnum skiftast um at vera sendiharrar. Starvið hevur tí sjálvdan ikki verið lýst leyst, men innanhýsis í Uttanríkisráðnum. Orsøkin er, at tey eru mett sum best egnaðu. Tað sigur Poul Mihcelsen, landsstýrismaður í Uttanríkis og Vinnumálum. Men fyri at røkka hesum máli, er neyðugt, at Ítróttasamband Føroya gevur International Island Games Association eina fráboðan, har víst verður á eina fíggjarliga trygd. Tí hevur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, sent eitt lógaruppskot í hoyringar, sum ásetir, at landið veitir eina fíggjarliga trygd upp til tíggju milliónir krónur. Við hesi útbygging verður Tórsvøllur liðugt bygdur sum nútíðar altjóða tjóðleikvøllur við øllum neyðugum góðkenningum frá UEFA, sigur býráðið. Vesturskýlið verður eins og eysturskýlið bygt saman við bygninginum á suðurendanum og skapar ein samanhangandi form sum hestaskógvur. Millum nógvu vitnini í sakarmálinum um Eik banka, sum Føroya rættur er farin undir at viðgera, er Brian Mikkelsen, fólkatingsmaður og fyrrverandi ráðharri, upplýsir Ritzau. Brian Mikkelsen var búskapar og vinnumálaráðharri í 2010, tá Eik banki kollsigldi, bæði í Føroyum og í Danmark. Bankin var farin, um Fíggjarligt støðufesti, tað er danski staturin, ikki bjargaði honum. Hann var í andglettinum tá í september í 2010, tí hann skuldi hava vitað um støðuna hjá Eik 21. september, men ikki fyrr enn 24.september boðaði hann landsstýrismanninum í fíggjarmálum, sum tá var Jóannes Eidesgaard, frá boðunum, hann fekk frá Fíggjareftirlitinum. Brian Mikkelsen segði, at ávaringin, sum hann fekk frá Fíggjareftirlitinum, bara var um bankan hjá Eik í Danmark. Ikki fyrr enn tveir dagar seinni fekk hann at vita, at móðurbankin í Føroyum eisini var illa fyri. Jóannes Eidesgaard er eisini vitni í Eik málinum. Nils Bernstein, sum var stjóri í danska tjóðbankanum, er somuleiðis á listanum við teimum 140 vitnunum. Fyrstu vitnini í Eik málinum í Føroyum verða avhoyrd í mai. Fíggjarligt støðufesti stevndi fyri skjótt fimm árum síðani fimm monnum og einum grannskoðarafelag eftir 150 milliónum krónum í bankamálinum. Hon hevur altíð teknað men seinastu árini hevur hon funnið ein stíl ella rættari sagt eitt myndaevnið. Talan er um eina kvinnuliga veru av onkrum slagi, sum bara gera gerandislig ting . Fyrsta innslag er ein reportasja frá høllini í Løkshøll, sum seinasta vikuskiftið var karmur um skemtileikin Alo Alo, sum tey í Losjuni í Gøtu framføra. Útsetti býráðsfundurin, ið skuldi verða á Tvøroyri 8. januar, verður mikudagin 31. januar klokkan 1700. Á heimasíðuni hjá Tvøroyrar kommunu stendur, at áheitanin frá valbólkinum við Kristinu Roest, Súsonnu Bertholdsen, Boga Johannesen og Bjarna Hammer um at velja nevndirnar av nýggjum, nú meirlutin er vorðin minniluti og øvugt, verður á skrá. Skráin verður almannakunngjørd á heimasíðuni hjá Tvøroyrar kommunu mánadagin. Karin Djurhuus, formaður í Havnar Sjónleikarafelagi, greiðir frá, at nú, felagið tann 10. februar í ár rundar 100 ár, fer felagið at tríva aftur í teir mongu aktivitetirnir, húsið hevur hýst gjøgnum árini. Eitt av fyrstu tiltøkunum verður dansur í vikuskiftinum við Showmonnum. Hoyr innslagið, sum varð sent í Vikuskifti, her Portrait Of The Loved Ones , kallast framsýningin. Nei, talan er ikki um, at Hansina nú er farin at mála portrett. Tað, hon sipar til í heitinum, er, at hon kennir aftur skap, hon áður hevur havt, í nýmálningum, og gevur teimum nýtt lív. Hoyr Hansinu greiða frá spennandi framsýningini her Mortan Zachariassen eigur og rekur Blábar í Havn saman við beiggja sínum Rógva á Rógvu. Hann sigur, at teir løgdu nógv fyri at gera spælistaðið so gott sum yvirhøvur gjørligt. Oftani, tá eg fari út at lurta eftir eftir tónleiki ymsastaðni í býnum, møðist eg, tí ljóðviðurskiftini eru ikki í lagi , sigur Mortan. Hann greiðir frá, at júst ljóðviðurskiftini vóru eitt tað fyrsta, teir settu sær fyri at fáa so góð sum gjørligt, tá teir fóru undir at innrætta eina gamla grillbarr til nýtt spælistað í miðbýnum í Havn. Vit hava havt bæði listafólk og ljóðfólk at hjálpa okkum at innrætta staðið, og vit eru væl nøgdir við úrslitið , sigur Mortan. Hoyr innslagið, sum varð sent í Vikiskifti, her Signhild V. Johannesen, sum er forkvinna í grunninum fyri nýtt mentanarhús í Klaksvík, sigur, at tørvur er á einum tíðarhóskandi og størri mentanarhúsi. Sonja Davidsen úr Miðvági sniðgevur undirklæði, sum eru so væl umtókt, at stóra altjóða klædnafyritøkan, Hennez og Mauritz, hevur gjørt undirklæði, ið líkjast teimum, ið føroyski sniðgevin hevur gjørt, merkiliga nógv. Nú búgva um 50.000 fólk í Grønlandi, sum eru fødd og uppvaksin har. Í 2040 verður fólkatalið minkað niður í 46.000 fólk, vísir ein framrokning sum grønlendska hagstovan hevur gjørt, út frá verandi gongd. Grønlendska hagstovan hevur eisini greinað, hvørji fólkini eru, sum velja at flyta úr Grønlandi, og tann greiningion vísir, at gondin er jøvn millum øll, frá barni til pensjónsaldur. Tá talkan er um børnini er útrokningin eitt sindur óviss, tí við í teimum tølunum eru børn, hvørs foreldur bert búgva eitt skifti í Grønlandi. Stjórnin í Kanada og umboð fyri upprunafólkið í landinum, fara um tveir mánaðir at áseta ein dag, tá tuberklar ikki longur skulu finnast í landinum. Tí hava myndugleikarnir sett sær fyri at tuberklarnir skulu steðgast, og tann fráboðanin kemur 24. mars, sum altjóða tuberkladagur. Í fjør doyði ein 15 ára gomul genta av tuberklum. Hon var sjúk eina tíð, men ikki fyrr enn dagin fyri at hon doyði, varð staðfest, at talan var um tuberklar. Runavíkar kommuna søkir nú eftr einum starvsfólki at arbeiða burturav við umhvørvismálum í kommununi. Talan er um eitt nýtt starv í skipanini hjá kommununi. Runavíkar kommuna skrivar á heimasíðuni, at ein umhvørvisnevnd var sett fyri einum árið síðani, tá sitandi býráð kom til, tí ynski var um at reka eina burðardygga kommunu eisini á umhvørvisøkinum. Royndirnar av umhvørvisnevndini hava verið góðar, og nevndin og býráðið er komin til, at stórur tørvur er á at seta eitt starvsfólk tilburturav at skipa, handfara og avgreiða mál, sum hoyra umhvørvisøkinum til. Starvsfólki skal millum annað skipa viðurskiftini kring um órudd, burturkast, orkunýtslu og luftdálking, samskifta við myndugleikar, tryggja rætta umsiting av lógarkrøvum á tekniska økinum, hava málsviðgerð og ráðleggingararbeiði um hendi og eisini taka sær av fíggjarliga stýring og eftirlit við umhvørvis og øðrum áløgdum ábyrgdarøkjum Seinna hálvfinalan var ímillum Svøríki og Danmark, og hon gjørdist sera spennandi. Svøríki var á oddaallan dystin, men í seinastu sekundunum fekk Danmark javnað til 28 28. Í dag eru vit 7,6 milliardir fólk á Jørðini. Heimsins fólkatal veskur við 83 milliónir fólkum um árið, ella líka so nógv, sum tað búgva í Týsklandi. ST sigur, at aftaná 2050 minkar ferðin í fólkavøkstrinum munandi og um ár 2100 er hann møguliga hæsaður av, men tá er heimsins fólkatal komið upp á 11,2 milliardir fólk Spurningurin frá lurtaranum var um, hví mamma, sum gongur heima í barnsburðarfarloyvi letur eldra barnið vera allan dagin í vøggustovu, tá hon nú sjálv er heima. Aðrir spurningar hesaferð eru hvat man skal siga, tá fólk spyrja, um tú ert við barn, og ein hugleiðing um einstaklingin og felagsskapin. Tá oljuprísurin lækkaði nógv og skjótt fyri nøkrum árum síðani, minkaði keypiorkan hjá fólkinum í Nigeria niður í næstan einki, og tað hevði við sær, at Høvdavirkið misti ein týðandi marknað har. Nú hevur Nigeria aftur stóran áhuga í at innflyta turkaðan fisk og høvd úr Noreg, eftir at marknaðurin minkaði munandi, eisini hjá teimum. Serliga nøgdin av turkaðum høvdum vaks nógv, uppí meir enn 11.000 tons, sum var ein vøkstur uppá 71 prosentstig, og í pengum var vøksturin 81 prosentstig, upp í 183 milliónir krónur. Ein fríhandilsavtala millum Føroyar og Japan, stendur ovast á breddanum, tá Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis og vinnumálum mánadagin fer á almenna vitjan í Japan. Á fundinum skulu teir fyrst av øllum umrøða møguleikarnar fyri øktum samhandli millum Føroyar og Japan, men eisini hvussu bondini landanna millum kunnu styrkjast á øðrum økjum. Fyri Føroyar er tað umráðandi at hava sterk politisk og vinnulig sambond við lond um allan heim, og í so máta er Japan við sínum 127 milliónum íbúgvum serstakliga spennandi, sigur Poul Michelsen í tíðindaskrivi frá Uttanríkisráðnum. Tórshavnar Býráð hevur framvegis ikki tikið støðu til, hvørt ein tunnil ella ein vegur skal gerast úr Villingardali í Krákugjógv í samband við innkomuvegin til Havnar. Tað sigur Jákup Dam, formaður í Teknisku nevnd í Tórshavnar Býráði. Men øll loyvi eru givin til stóru privatu útstykkingina, sum eigarar av trimum traðum undir Krákugjógv, eru farnir undir. Jákup Dam, nevndarformaður í Teknsiku nevnd í Tórshavnar Býráðið, segði við útvarpið á middegi, at útstykkingin er í tráð við byggisamtyktina á økinum, men at býráðið ikki er liðugt at viðgerða útstykkingina málið vantaði at verða viðgjørt í Byggi og býarskipanarnevndini. Men hetta er ikki rætt, ásannar Jákup Dam nú. Øll loyvi eru givin til útstykkingina, og málið er liðugtviðgjørt í býráðnum , sigur hann. Talan er um eina misskiljing, leggur hann aftrat. Loyvini til útstykkingina vóru latin fyrstu ferð í 2016, og vóru endurnýggjað fyri einum mánaða síðani. Í grein í Sosialinum mikudagin stendur, at ætlanin hevur ligið í kortinum í nógv ár, men hon hevur verið tarnað av, at óvissa hevur valdað um innkomuvegin til Havnar, tí vegurin møguliga fór ígjøgnum økið. Men byggisamtyktin fyri økið er nú broytt, og býráðið hevur givið loyvi at fara undir útstykkingina. Stríð hevur verið um innkomuvegin í nógv ár. Avtala er gjørd millum Tórshavnar býráð og Samferðslumálaráðið um strekkið til Villingardal, og eftir hesi ætlan, skal síðsta vegstrekkið gerast, tá tørvur er á tí. Men Jákup Dam heldur, at neyðugt er at taka støðu til hetta síðsta strekkið av innkomuvegnum sum skjótast, tí ferðslan fer at økjast nógv, tá Eysturoyartunnilin er liðugur. Jákup Dam sigur, at talan var um at gera ein breiðan veg, men ætlanirnar eru nú broyttar, soleiðis at vegurin er smalkaður, og tí er pláss bæði fyri einum vegi, um tað verður loysnin, og fyri útstykkingini, vísur Jákup Dam á. Hann viðgongur tó, at um loysnin verður ein vegur, so kemur hann at liggja framvið útstykkingini, men tað vita tey, sum selja og tey sum keypa, sigur Jákup Dam, nevndarformaður í teknisku nevnd í Tórshavnar býráði. Loyniligi gesturin hesaferð er Evi Tausen, sum eisini borðreiðir við einum spildurnýggjum lag, har hon syngur saman við Stig Rossen. Temaið snýr seg um hvussu føroyingar finna sær frið í sinni, í einum rokaligum gerandisdegi. Vit tosa við Hjørdis Háberg Petersen, pastor í City Church, um, hvat hon ger. Vit hitta Biritu Nolsøe, sum nýtir mindfulness og meditatión, og Kartni Ravnsfjall leiðir okkum upp á fjallatind. Býráðið hevur enn ikki tikið støðu til, hvørt ein tunnil ella ein vegur skal gerast á seinasta vegstrekkinum av innkomuvegnum til Havnar. Spurningurin um innkomuvegin er eisini vorðin aktuellur, nú býráðið hevur givið loyvi til, at eigararnir av trimum traðum undir Krákugjógv og nærindis Villingarsdalsvegin, kunnu fara undir at útstykkja 35 grundstykkir undir Krákugjógv. Jákup Dam, segði við útvarpið á middegi, at býráðið ikki er liðugt at viðgerða útstykkingina, men nú seinnapartin vísur hann á, at hetta er ikki rætt, tí øll loyvi eru givin til at fara undir útstykkingina, og málið er liðugtviðgjørt. Men Jákup Dam og Annfinn Brekkstein siga, at hóast loyvi er givið til útstykkingina, so er pláss fyri, at ein vegur kann gerast, um tað verður loysnin, sum býráðið velur. Ein meiningakanning sum júst er gjørd, vísir, at flokkurin hevur eina afturgongd uppá meir enn trý prosentstig, í mun til eina líknandi kanning herfyri, og flokkurin hevði nú fingið 22,7 prosent av atkvøðunum. So vánalig hevur undirtøkan hjá flokkinum ikki verið síðani í 2003. Flokkurin hevur verið í andróðri seinastu tíðina, tí skuldsetingarnar eru nógvar um óflýggjaskap, og tað hevði herfyri við sær, at næstformaðurin í flokkinum, Trond Giske, legði frá sær. Eisini í stjórnarflokkunum, Høgra og Framburðsflokkinum, eru fleiri fráboðanir komnar seinastu tíðina um óflýggjaskap, og tí kunnu teir flokkartnir eisini rokna við at fáa mótstøðu í fólkinum á meiningakanningum sum verða gjørdar í næstum. Flokkurin Vinstri, sum eisini er við í samgonguni, missir undirtøku, og var val nú, so hevði flokkurin verið undir sperrumarkinum. Forsetavalið í Finlandi í morgin kann gerast søguligt, tí líkt er ikki til at nakar kann vinna á sitandi forsetanum, Sauli Niinistø, sum kann vera valdur í fyrsta umfarinum, og tað er ikki hent fyrr. Skal Niinistø verða valdur á fyrra valumfarinum sunnudagin, so skal hann hava minst 50 prosent av atkvøðunum, og eftir kanningum at døma, so fær hann ríkiliga tað. Verandi valskipan hevur verið í gildi síðani í 1994, og tað er ongantíð fyrr hent, at ein forseti er valdur eftir fyrra umfar, tað hevur altíð verið neyðugt við tveimum umførum. Forsetin verður valdur fyri seks ár, og fær eingin minst 50 prosent av atkvøðunum, verður seinna valumfarið sunnudagin 11. februar millum tey tvey umboðini, sum fáa flest atkvøður í fyrra valumfarinum. Ein meiningakanning vísir, at 68 prosent av fólkinum fara at velja sitandi forsetan í fyrra valumfarinum og ein onnur kanning vísir, at 58 prosent fara at velja hann. Tí verður ikki roknað við øðrum, enn at Niinistø fer at halda fram sum forseti í Finlandi. Tann einasti sum kann hótta Niinistø verður hildin at vera Pekka Haavisto, men hann fær bert ávikavist 14 og 11 prosent í somu kanningum. Teir báðir kappaðust eisini á valinum í 2012, men tá vann Niinistø. Hann hevur í forsetaskeiðinum havt fleiri fundir við russiska forsetan, Vladimir Putin, tí finnar síggja stóran týdning í at hava góð viðurskifti við Rusland. Bretar fáa ikki meir fisk í føroyskum sjógvi, nú teir fara burturúr Europeiska samveldinum, tí bretar eiga sín part burturav tí sum ES fær í føroyskum sjógvi. Tað sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður, sum saman við restini av landsstýrinum fylgir við samráðingunum ímillum Bretland og ES um brexit. Í grundgevingini fyri at lata Steintóri Rasmussen virðislønina í ár verður sagt, at Steintór Rasmussen er ein fjølbroyttur listamaður, sum ikki avmarkar seg til eina listagrein. Steintór Rasmussen er mest kendur sum sangari og sangskrivari í bólkunum Frændir, Millum Frændir og Kular Røtir. Men seinastu árini hevur hann eisini latið tvær krimi skaldsøgur úr hondum. Róðrarsambandið fegnast um úrslitið og skipar fyri móttøku í SF húsinum í dag klokkan 16, har høvið verður at heilsa uppá rógvararnar. Steintór Rasmussen fekk í gjár Lisatvirðisløn Nólsoyar Páls. Vit hava sett eitt innslag saman, sum tú kanst lurta eftir her. Undanfarin ár hava Hanus G. Johansen, Edward Fuglø og Eyð Matras fingið Listavirðisløn Nólsoyar Páls. Video upptøka av heiðurslønahandanin kann síggjast á heimasíðuni hjá Norðlýsinum HER . Tað skrivar blaðið Mandagmorgen í eini longri greining av viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark, eftir at føroyski fólktingslimurin, Magni Arge hevur havt ein avgerandi leiklut í vitjanini hjá catalonska forsetanum Puigdemont í Keypmannahavn. Ein vitjan, sum hevur vakt ans og sum flestu stóru flokkarnir í Danmark hava hildið seg langt burturi frá, tí Danmark, eins og hini ES londini, alment stuðla sponsku myndugleikunum í málinum um Katalonia. Magni Arge, fólkatingslimur bjóðaði Puigdemont á fund á Christiansborg, har Venstraflokkurin, Konservativi flokkurin, Liberal Alliance og Javnaðarflokkurin valdu at halda seg burtur. Hinvegin luttóku millum annað Sosialistiski Fólkaflokkurin, SF , Danski Fólkaflokkurin, Alternative og Einheidslistin á fundinum. Sambært blaðnum Mandagmorgen átti Magni Arge eisini ein leiklut í, at Puigdemont luttók á kjakfundi á lærda háskúlanum í Keypmannahavn, har hann millum annað kjakaðist við Marlene Wind, professara í ES politikki. Hendingarnar hava fingið Mandagmorgen at fara undir eina meiri yvirskipaða greining av føroyskum og donskum viðurskiftum í løtuni, og niðurstøðan er millum annað, at føroyingar føra uttanríkispolitikk, sum ikki er í tráð við donsk áhugamál, og at føroyska trongdin til størri sjálvræði seinastu tíðina, hevur ført til eina diplomatiska kreppu millum Føroyar og Danmark. Í hesum sambandi umrøður greinin millum annað, at Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkismálaum noktaði at luttaka á Arktiska fundinum herfyri, har Føroyar var vertur saman við Danmark, og har Anders Samuelsen, uttanríkisráðharri og Fríðrikur krúnprinsur luttóku. Eisini vaksandi føroyski útflutningurin til Russlands og ætlanin hjá Poul Michelsen at gera eina fríhandilsavtalu við Rusland, hóast at ES hevur innført handilsbann móti Russlandi, verður nevnt sum eitt av fleiri ábendingum um, at Føroyar hava uttanríkispolitisk áhugamál, sum stríða móti donskum princippum á uttanríkispolitiska økinum. At enda staðfestir blaðið, at fundurin millum løgmann og Lars Løkke Rasmussen forsætismálaráðharra fyrr í mánaðinum millum annað snúði seg um, at Føroyar vilja hava fríari ræsir til at føra uttanríkispolitikk, og at uttanríkispolitiska heimildarlógin tískil skal dagførast. í somu útgávu av blaðnum, sum eisini kann lesast á netinum í dag, er ein samrøða við Magna Arge, har hann millum annað verður spurdur um, hvørt Føroyar og Danmark kunnu koma í eina líknandi støðu sum Catalonia og myndugleikarnir í Madrid og um handils sambandið við Russland. Fía Jacobsen, forkvinna í serlærarafelagnum, eftirlýsir betri løn og størri virðing til teir lærarar, sum hava tikið umfatandi ískoytisútbúgvingar sum liður í at styrkja fólkaskúlan at lofta næmingum við serligum tørvi. Men Lærarafelagið vísir ongan vilja at arbeiða fyri at betra lønina og korini hjá teimum lærarum, sum hava nomið sær eina ískotisútbúgving. Eingin diplomatisk kreppa er millum Føroyar og Danmark. Tað sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkismálum, nú tíðarritið Mandagmorgen vil vera við at føroysk sjálvræðistrongd hevur kastað Føroyar og Danmark út í eina diplomatiska kreppu, har føroysk áhugamál eru í stríð við donsk uttanríkispolitisk princippir. Føroysku fólkatingslimirnir umboða ikki Føroyar, men eru danskir politikarar og tí kann málið um Katalonia ikki merkja nakra kreppu millum Føroyar og Danmark, sigur Poul Michelsen. Haraftrat heldur hann, at blaðið misskilir løgmann, tá tað skrivar, at løgmaður fer at biðja um størri sjálvræði á uttanríkispolitiska økinum. Venjarin hjá Víkingi, Maurice Ross, sigur, at felagið hevur í longri tíð hildið eyga við Dennis Nieblas Moreno, og hann er fegin um, at hann er komin til Víking. Hann er kropsliga sterkur, hann er góður við bóltinum og hann dugir at stýra einari verju. Maurice Ross leggur afturat, at nýggi verjuspælarin eisini hevur sterka persónlighet. Fyri meg hevur persónligheitin nógv at siga, tí tað krevur nógv av einum útlendingi at koma til Føroyar at spæla fótbólt. Dennis hevur tað, ið krevst, sigur venjarin hjá Víkingi. Maurice Ross sigur, at hann vil fegin hava Erling í hópin, men at hann kundi ikki bíða meira, og tí er sáttmáli skrivaður við Dennis Nieblas Moreno. Vit vóna framvegis, at Erling Jacobsen skrivar sáttmála við okkum. Um hann ger tað, skal eg nokk finna út av, hvør spælir hvar, sigur Maurice Ross. Hann nevnir, at Dennis Nieblas Moreno hevur so mikið góðan bóltførleika, at hann helst eisini kann brúkast á verjukenda miðvøllinum. Spenningur er eisini um Fróða Benjaminsen. Fróði er blivin 40 ár, og enn er óvist, um hann fer at spæla fótbólt í ár, og um so er, hvørjum hann fer at spæla við. Vit vilja sjálvandi, at hann skrivar sáttmála við okkum. Øll feløg í Føroyum vilja hava Fróða Benjaminsen, tað er ein sjálvfylgja, sigur Maurice Ross. Venjarin hjá Víkingi sigur,at í løtuni eru teir bara áhugaðir at skriva sáttmála við Erling Jacobsen og Fróða Benjaminsen. Felagið leitar ikki eftir fleiri spælarum. Fyri fleiri kvinnur er einki serligt við tí, men tá mann hevur verið ígjøgnum fleiri kemoviðgerðir og eitt strævið tíðarskeið við sjúku og viðgerð í eini 14 mánaðir og fingið at vita, at útlitini at gerast við barn eru so at siga eingi, so er talan næstan um eitt undirverk. Ta einu náttina lá eg vakin og hugsaði um, hvat nú um eg hevði fingið tilbakarfall, og krabbameini var komið aftur. Tí eg hevði tey typisku sjúkueyðkennini, sigur Turið Nattestad. Í 2016 fekk hon staðfest krabbamein í øðrum lunganum, og tá byrjaði eitt tíðarskeið við nógvum tímum á sjúkrahúsinum, har hon fekk sterka kemoviðgerð. Tá hon í mars mánaði í fjør var liðug við viðgerðina, og einki krabbamein var longur í kroppinum, tosaðu læknarnir nógv um útlitini hjá Turið at kunna blíva við barn upp á nattúrliga mátan. Kemoviðgerðin var farin illa við kroppinum og eggunum, sum vóru í tí eina eggjastokkinum, sum eg hevði eftir. Hin eggjastokkurin bleiv frystur niður, áðrenn kemoviðgerðin byrjaði. Og hóast tann eggjastokkurin kundi setast upp aftur, so vóru útlitini fyri, at eg kundi gerast við barn, sera lítil, fortelur Turið Nattestad. Men hasa náttina fyri fýra mánaðum síðani, tá hon lá í andvekri og helt seg hava fingið tilbakarfall, valdi hon at taka eina graviditetsroynd. Vit blivu púra ovfarin, tá vit sóu á graviditetsroyndini, at eg var við barn. Tað høvdu vit als ikki væntað nakrantíð fór at lata seg gera, sigur Turið Nattestad, sum er sett til 12. juni. Ongin hevði spátt, at EM finalan fór at verða spæld millum Spania og Svøríki, sigur Birgir Hansen, men tað vísti seg, at hetta endaspælið hevði fleiri óvæntað úrslit. Verjusemjan, sum varð gjørd í Danmark í gjár, er fyri alt danska ríkið, tí Danmark røkir verjuna í Føroyum og Grønlandi. Málsøkið er ikki yvirtikið. Har stendur, at arbeiðið og hjáveran hjá verjuni í Arktis byggir á tætt samskifti við fólkið og myndugleikarnar í Føroyum og Grønlandi. Harafturat eru settar av 235 milliónir krónur til tiltøk í Grønlandi, so sum at rudda eftir amerikanska herin og íløgur í amboð, sum skulu brúkast til at beina fyri dálking í grønlendskum sjógvi. Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur lagt lúsatølini út á heimasíðu sína, og har sæst, hvørji aliøki eru ringast rakt av lúsapláguni. Kunngerðin um at tálma og yvirvaka lús á alifiski krevur, at talið skal ikki fara upp um hálva aðru vaksna kvennlús fyri hvønn fiskin. Á yvirlitinum, sum nú er almannakunngjørt, sæst millum annað, at í aliøkinum Fossá hjá Marine Harvest var hálvonnur vaksin kvennlús á hvørjum laksi tann 16. januar. Og 8. januar vóru tvær á hvørjum laksi hjá Bakkafrosti á Argjalandinum. Heilsufrøðiliga Starvsstovan almannakunnger lúsatølini á undirsíðuni Aling og síðani Lúsatøl á heimasíðu stovnsins, og sum frálíður verða viðgerðir við heilivági eisini almannakunngjørdar har. Lærarafelagið hevur í mong ár roynt at fáa eina serliga viðbót til serlærarar í fólkaskúlanum, men hetta hevur higartil verið vónleyst at fáa undirtøku fyri. Mentamálaráðið noktar at geva serlærarum eyka viðbót fyri eftirútbúgvingar Tað sigur formaðurin í Føroya Lærarafelag, Herálvur Jacobsen. Lærarafelagið kundi farið í verkfall við kravi um hesa viðbótina, men formaðurin í felagnum ivast í, um tað er breið undirtøka millum limirnar um hetta Tað var ein avbjóðing hjá Valborg at taka lærarastarv upp á seg í Eysturgrønlandi. Einir 400 næmingar vóru á skúlanum í Tasilak, og har vóru lærarar úr Danmark, Vesturgrønlandi og Eysturgrønlandi. Í Nanortalik og Manitsok, seinnu ár teirra í Grønlandi, fækkaðu donsku lærararnir, og tá Valborg gavst í Manitsok, var hon tann seinasti ikki grønlendingurin, sum fór. Hjúnini góvust í Grønlandi og fluttu til Danmarkar, har tey hava bústað í Næstved. Valborg mælir lærarum, sum ætla sær til Grønlands, til at fara til Eysturgrønlands. Har er móttøkan best. Tað er bláoygt at halda, at Lærarafelagið kundi fingið somu lønarhækking sum pedagogar og sjúkrarøktarfrøðingar uttan eitt verkfall. Tað sigur formaðurin í Føroya Lærarafelag, Herálvur Jacobsen. Hann sigur, at felagið hevur raðfest at brynja seg til størri prinsipiellar ósemjur. Politikarar við egnari privatari dagsskrá larma so illa á altjóða politiska pallinum, at vandi er fyri okkara handilsavtalum, heldur Bárður Nielsen. Hann leggur fleiri politikarar undir at fremja landsskaðiligt virksemi. Eysturoyartunnilin verður 11 kilometrar langur og saman við Sandoyartunnlinum kostar verkætlanin tilsamans 2,6 milliardir krónur. 93 ára gamli Jákup Mikael Mikkelsen á Toftum sigur, at tá hann var smádrongur var eingin brúgv á Toftum, og tí varð róð umborð á postbátin. Fyrsta brúgvin varð gjørd í 1928. Jákup Mikael sigur, at øll tey fyrstu árini hann minnist fór postbáturin til nógvar bygdir eftir at hann hevði verið á Toftum. Hann fór til Glyvrar, Søldarfjarðar, Skála, Strendur, Selatrað, Oyrar, Hvalvíkar, Hósvíkar, Kollafjarðar, Kaldbaks og síðani til Havnar. Tað tók tað mesta av einum degi at fara til Havnar tá. Tá Eysturoyartunnilin er liðugur verða tað bara nakrir fáir minuttir at koyra til Havnar. Sigurd Lamhauge, verkfrøðingur, er ein av teimum í byggileiðlsuni hjá NCC, sum ger Eysturoyartunnilin. Við honum fara vit ein túr í Eysturoyartunnilin av Hvítanesi. Fyri at geva eitt dømi um støddina á Eysturoyartunnlinum, sigur Sigurd, at vanligir lastbilar skulu gera 150.000 túrar við gróti úr tunnlinum. Norðmaðurin Karl Kristian Ødeg rden byrjaði sum lærlingur í Norðoyatunlinum og nú borar hann Eysturoyartunnilin. Vit vitja hann í stýrhúsinum á stóru borimaskinuni. Ein annar norðmaður, Reidar Trengereid, fyllir 60 ár í dag, og hann rokast av lívsins kreftum við at løða. Hann hevur ikki talið á, hvussu nógvum tunnlum hann hevur arbeitt í, men heldur at tað man vera umleið hálvthundrað. Áðrenn farið verður oman í tunnilin á Hvítanesi, má trygdarútgerð fáast frá Høgna Joensen, sum er trygdarleiðari hjá NCC. Sigtór Petersen frá byggifelagnum J og K Petersen, sum ger vegirnar uttan um Eysturoyartunnilin, greiðir frá vegagerðini. Hann sigur, at bæði á Hvítanesi, á Strondum og í Rókini í Saltnesi verður rundkoyring gjørd úti í sjónum. Teitur Samuelsen, stjóri í Pf. Eystur og Sandoyartunnlar, sigur, at alt hevur gingið sum ætlað og boriarbeiðið í tunnlinum verður liðugt fyrrapartin komandi ár og tá verður farið at bora Sandoyartunnilin. Á Strondum vísir Kristian Stórhamar, tekniskur leiðari fyri verkætlanina hjá NCC, okkum niður í tunnilin og ikki minst ta nógv umtalaðu rundkoyringina. Hann sigur, at Eysturoyartunnilin er ikki bara ein stór verkætlan í Føroyum. Verkætlanin Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin er størsti tunnilssáttmáli, sum NCC nakrantíð hevur gjørt, og rundkoyringin í Eysturoyartunnlinum er størri enn tær í Noregi. Dia Lamhauge er ein av verkfrøðingunum hjá Landsbyggifelagnum, sum hava eftirlit við arbeiðnum fyri tunnilsfelagið. Hann er uppvaksin í Saltangará, men býr nú í Norðragøtu. Hann er vísur í, at allar Føroyar vinna við einum Eysturoyartunnli. Josefina Strømsten er mamman í íbúðarbarakkunum, sum standa á gamla hondbóltsvøllinum á Strondum. Har eru millum annað 24 kømur og stórur og væl útgjørdur køkur og hugnalig matstova. Otto Dam Vang úr Leirvík koyrir dumpara og ger ymisk onnur arbeiði í tunnlinum. Honum dámar arbeiðið sera væl. Otto sigur, at vaktin er 12 tímar og teir arbeiða í 12 dagar og hava so frí í níggju dagar. Glyvramaðurin Janus Vang hevur viðlíkahildið borivongin sum mekanikari, men nú er hann komin upp í húsið í borivogninum og borar og stýrir boringini á sínari vakt. Hetta heldur hann vera spennandi arbeiði. Landmátarin hevur gjørt kortið, sum er í telduni í borivogninum og sigur, hvar borast skal. Janus heldur, at tá hugt verður eftir ferðslumynstrinum, er tað rætt at gera undirsjóvartunnil millum Skálafjørðin og Havnina. Jóannes Joensen koyrir eina stóra gummiged og lessar grót upp í dumpararnar. Hann hevur arbeitt í tunnli í tilsamans 28 ár, 18 ár hjá NCC og frammanundan arbeiddi hann 10 ár hjá Landsverki. Jákup Mikael Mikkelsen Sigurd Lamhauge Høgni Joensen Karl Kristian Ødeg rden Reidar Trengereid Sigtór Petersen Teitur Samuelsen Kristian Stórhamar Dia Lamhauge Josefina Strømsten Málið snýr seg um eitt videobrot frá 2015, har tvey 15 ára gomul hava samlegu, og sum tilsamans 1004 danir eru skuldsettir fyri at hava deilt við onnur. Tað skrivar TV2 á heimasíðuni. Tá ið persónar í videobrotinum eru yngri enn 18 ár, er talan um eitt mál, har barnapornografiskt tilfar er deilt, og ein av teimum fýra, sum nú skulu í rættin, hevur deilt video 59 ferðir við onnur. Hetta eru væntandi bara tey fyrstu av fleiri, sum skulu í rættin fyri at hava deilt barnapornografiska tilfarið. 436 fólk eru higartil avhoyrd í málinum, og av teimum játta 280, at tey hava deilt videobrotið. Felags fyri tey skuldsettu er, at tey eru skelkað av at vera skuldsett sambært grein 235 í revsilógini um barnaporno. Nógv siga seg ikki kunna vita, hvussu gomul fólkini í videobrotinum vóru. Hetta er løgið, og eg eri skelkað. Brotið var allastaðni, fólk vóru forvitin og sendu tað til hvønn annan, og so hevði eg tað brádliga eisini á míni telefon. Tað ringasta, sum kann henda er, at eg fái okkurt á revsiváttanina, sum kann ávirka mína framtíð, sigur Mira Bech við TV2. Claus Birkelyng, politiinspektørur á Nationalt Cyber Crime Center, skilir væl, at fólk eru skelkað av, at vera skuldsett fyri at hava deilt eitt video men hetta er ólógligt, leggur hann dent á. Tað er sjálvandi syrgiligt hjá teimum 1000 skuldsettu, og fyri foreldrini, men tað hevur vundið upp á seg, at fólk halda seg kunna gera sum teimum lystir á sosialum miðlum. Revsilógin fevnir eisini um tað, sum tú gert á netinum, og tað mugu fólk gera sær greitt, sigur Claus Birkelyng, politiinspektørur á Nationalt Cyber Crime Center við TV2. Sambært lógaruppskotinum, sum er ískoyti til verandi lóg, kann ein persónur, sum sigur, at Polland hevur framt nasistisk brotsverk, verða dømdur fongsulsrevsing. Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, finst hvassliga at uppskotinum, um at tað verður ólógligt at lýsa týningarlegurnar hjá nasistunum sum polskar. Søguligi veruleikin er, at Polland hjálp til við handfara jødarnar, fór illa við teimum, gjørdi sær dælt av teimum, og enntá týndi teir, bæði meðan Holocaust var og eftir Holocaust. Fakta Týskir nasistar gjørdu í 1939 innrás í Polland, og miljónatals íbúgvar vórðu dripnir, millum annað tríggjar miljónir polskir jødar. Í Pollandi hevur leingi verið mótstøða ímóti at nýta orðingina Polskar týningarlegur, tí tað merkir, at Polland, sum ríki, sama við øðrum londum, er samsek í týningarlegum sum Auschwitz. Næmingar venja sang, kvæði og skjaldur, tí tey fara at gleða eldri fólk á ellisheimi. Tey fara at greiða frá og framføra í Barnaútvarpinum. 15 milliónir skulu brúkast til at umbyggja Norðoyar Røktarheim til ein heilsumiðdepil. Men fleiri eru missnøgd við ætlanina at flyta kommunulæknarnar undir sama tak sum Klaksvíkar sjúkrahús. Hetta var fjóðru ferð, at Listavirðisløn Nólsoyar Páls varð latin. Klaksvíkar Kommuna letur virðislønina, sum fyrstu ferð varð latin í 2013. Virðislønin er 175.000 krónur. Hini,ið áður hava fingið Listavirðisløn Nólsoyar Páls eru Hanus G. Johansen, Edward Fuglø og Eyð Matras. Hóast fleiri hava gjørt vart við sína misnøgd, so heldur landsstýriskvinnan í heilsumálum fast um, at virksemið á læknamiðstøðini í Klaksvík skal flyta, so hon verður undir sama taki sum sjúkrahúsið. Lærarar skulu hava løn, sum samsvarar við útbúgving teirra. Tað halda fleiri av feløgum fyri lærarar við ískoytisútbúgvingum. Tey eru ónøgd við nýggja sáttmálan sum Lærarafelagið hevur undirskrivað. Men undirtøka er ikki fyri hægri løn, hvørki í Fíggjarmálaráðnum ella Mentamálaráðunum, sigur formaðurin í Lærarafelagnum. Tilvitanin um mat og matframleiðslu er í stórum vøkstri í Føroyum. Brúkarar eru vorðnir kræsnari um, hvat teir koyra í munnin, hvar maturin kemur frá, hvussu hann er framleiddur, pakkaður og fraktaður. Hetta hevur skapt góð gróðrarlíkindi fyri føroyskari matframleiðslu. Íslendska fiskimálaráðið kunngjørdi tíðliga seinnapartin í gjár, at føroyingar kunnu framvegis fiska fimm prosent av íslendsku lodnukvotuni. Hámarkið er tó nú 25.000 tons í staðin fyri 30.000. Og føroyingar hava fingið tveir dagar afturat, frá 15.februar til 17.februar, at landa lodnu til matna í Føroyum ella virka hana umborð. Men Ísland sigur frá sær 2.000 tons av sild, sum leingi hava staðið í avtaluni landanna millum, men sum íslendingar ikki hava fiskað í nógv ár. Føroyar og Ísland miða eftir at gera rammuavtalu um fiskivinnu sum skjótast. Arbeiðið at fyrireika slika avtalu skal vera liðugt fyri 1.september í ár. Úr Fiskimálaráðnum í Føroyum er eingin almenn fráboðan komin um semjuna, sum Høgni Hoydal, landsstýrismaður, og Kristján ór Júlíusson, íslendski fiskimálaráðharrin, gjørdu fyrrapartin í gjár. Fyrstu árini í hesari øldini avreiddu føroysk skip og bátar, sum fiska botnfisk, fyri 1,2 milliardir krónur í miðal um árið frá 2000 til 2007. Í dag hoyra vit søguna Drongurin, sum fekk myrkrið til vin . Hanus Kamban týddi til føroyskt. Felisia og Arni sita í útvarpstovuni og lesa søgu saman við Jonna Vit hoyra søguna Drongurin, sum fekk myrkrið til vin . Hanus Kamban týddi til føroyskt. Felisia og Arni sita í útvarpstovuni og lesa søgu saman við Jonnu Teir hava rættindi og skyldur sum sóknaprestar í kirkjuráðnum, men eiga ikki at hava tey, Teir kunnu ikki stilla upp á kirkjuráðsvali. Nú skal lógin um embæti og størv í fólkakirkjuni broytast, so hesir prestar bara kunnu vera á kirkjuráðsfundi, men ikki hava atkvøðurætt. Mentamálaráðið sigur, at lógarbroytingin verður gjørd, tí tá gudfrøðingur verður prestvígdur og tekur við tænastu hjá fríum, kirkjuligum felagsskapi, fær hann samstundis rættindi og skyldur sum kirkjuráðslimur í øllum kirkjuráðunum í prestagjaldinum, á sama hátt sum vanligur sóknarprestur, hóast hann bara fær avmarkaða skyldu at virka í tí, og ikki fær løn fyri hesa tænastu. Hetta er alt ov stór skylda at leggja á tey, tí tænastan sum prestur er sjálvboðin og ólønt. Hon kemur afturat tí fulltíðarstarvinum, sum er fortreyt fyri prestavígsluni eftir serligu lógargreinini. Við lógaruppskotinum verða skyldurnar sum kirkjuráðslimur hjá presti eftir serligu lógargreinini tiknar av, og rætturin at vera við á kirkjuráðsfundi, uttan atkvøðurætt, settur í staðin. Uppgávan er fyrst og fremst fyribyrgjandi, nú ferðafólkatalið økist, sigur Guðrið Højgaard, stjóri á VFI, sum samstundis leggur dent á, at Føroyar framvegis eru millum heimsins minstu ferðamál. Nakað av øsing tók seg upp eftir ársins Grammy virðilønahandan, millum annað tí at Bruno Mars fór avstað við trimum teimum størstu virðislønunum. Støðan er tann, at tað er torført hjá nógvum foreldrum í dag, at seta seg inn í gerandisdagin hjá børnum, sum er so merktur av interneti og tøkni. Tí foreldrini kenna jú ikki til tað frá sínum egna barndómi. Sambært henni er foreldrauppgávan nógv broytt, síðani tøknin og ikki minst internetið veruliga komu inn í gerandisdagin hjá barnafamiljum. Longu tá tú gerst foreldur, mást tú gera tær nakrar tankar um, hvussu tit í familjuni skulu brúka tøkni. Hugsa um, hvussu tú brúkar eitt nú teldil ella telefon, tá tú ert saman við barninum, tí barnið lærir av tí, sum tey vaksnu gera, sigur Kala Rajani Hansen. Í hasum aldrinum skulu tey kunnu føla, smakka og veruliga síggja og uppliva tingini. Og tað gera tey ikki, um tey uppliva alt á einum skíggja. Heldur ikki mennast tey kroppsliga, tá tey spæla á einum skermi, heldur heilsufrøðingurin fyri. Í morgunsendingini fortaldi Kala Rajani Hansen um foreldur at børnum, sum liva í eini verð, har ymisk tøkni er so stórur partur av teirra gerandisdegi, og hvussu hetta ávirkar foreldrauppgávuna. Føroyar og Ísland eru samd um beinanvegin at fara undir samráðingar um nýggjan rammusáttmála landanna millum, har áralanga samstarvið um sínámillum fiskirættindi verður tikið upp til nýggja viðgerð. Hesar samráðingar skulu vera lidnar 1. september 2018. Sambært semjuni fyri 2018 varðveita Føroyar sína kvotu av botnfiski á 5.600 tons í íslendskum sjógvi og Ísland sína kvotu av makreli á 1.300 tons í føroyskum sjógvi. Hinvegin missir Ísland sína kvotu á 2.000 tons av heystgýtandi sild í føroyskum sjógvi. Bæði Føroyar og Ísland varðveita síni rættindi til atgongd at veiða sínar kvotur fyri svartkjaft og norðhavssild hvør hjá øðrum, har talið av íslendskum skipum tó kann vera í mesta lagi fimtan í senn. Føroyska lodnukvotan í íslendskum sjógvi verður 5 prosent av heildarkvotuni, tó í mesta lagi 25.000 tons. Verður heildarkvotan størri enn 500.000 tons, eru londini tilreiðar at viðgera møguligar tillagingar í fiskiveiðiskipanini landanna millum. Avmarkingarnar á føroyskum lodnulandingum og virking umborð til matna vera linkaðar við tveimum døgum frá 15. februar til 17. februar, skrivar Fiskimálaráðið. Frískúlin í Havn gjørdi ein sangleik, sum tey framførdu í sjónleikarahúsinum í Havn. Børnini hava skrivað, gjørt tónleik og alt sum krevst til ein sangleik, sum tey framførdu fyri foreldrunum beint fyri jól. Barnaútvarpið var eisini við. Tey fara at greiða frá og so hoyra vit brot úr leikinum. Lagt er upp til truplar samráðingar millum Føroyar og Ísland um fiskirættindi seinni í ár. Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Føroyar og Ísland skulu hava umfatandi rammuavtalu við Ísland um fiskirættindi frá 1. september. Fiskimálaráðið boðaði seinnapartin frá semju millum Ísland og Føroyar um millum annað rættin hjá føroyskum skipum at royna eftir lodnu í íslendskum sjógvi. Men hetta er bara ein fyribils avtala. Í fyribils semjuni, sum fiskimálaráðið hevur gjørt, eru bara smáar broytingar gjørdar. Eitt nú kunnu føroyingar landa nakað meira av íslendsku lodnuni til matna. Hetta gevur betri prís enn um fiskurin verður landaður til framleiðslu av eitt nú fiskamjøli. Lars Løkke Rasmussen, danskur forsætisráðharri, skal í morgin svara spurningum í fólkatinginum, um danskur fiskivinnupolitikkur er ávirkaður av sambandinum millum forsætisráðharran og danskar stórreiðarar. Tað hevur vakt ans, at reiðarar hava goldið stórar upphæddir til LøkkeFonden ein grunnur ið forsætisráðharrin sjálvur hevur sett á stovn, og har føroyska kona hansara, Sólrun Løkke Rasmussen, er forkvinna. Hetta væntar Ib Poulsen hjá Dansk Folkeparti, kann hava verið við til at givið reiðarunum ávirkan á fiskivinnupolitikkin hjá donsku stjórnini. Hann má vera eyðmjúkur, leggja seg skerflatan og viðganga, at hann hevur samband við kvotakongar, sum hann annars hevur sagt seg ikki at hava, sigur Ib Poulsen. Fólkatingslimir royndu í fjør at gera broytingar í fiskivinnulóggávuni, soleiðis at kvoturnar í donsku fiskivinnuni ikki skuldu savnast á alt færri hondum. Hesum mótarbeiddi Esben Lunde Larsen, umhvørvis og matvøruministari, og Ib Poulsen heldur nú eina orsøk vera, at reiðarar hava keypt sær beinleiðis atgongd til forsætisráðharran. Eitt skúlatilboð skal nú setast á stovn í Sandoynni. 2,5 milliónir krónur eru settar av á fíggjarlógini til endamálið. Mest nærliggjandi er at seta á stovn ein grønmetis háskúla í oynni, halda fólkini handan áhugafelagið Veltan. Tað er neyðugt at lærarar førleikamenna seg, tí førleikastovurnar hava stóran týdning í einum fólkaskúla, sum skal verða fyri øll. Tað heldur leiðarin av førleikastovuni í Skúlanum á Fløtum. Fleiri av lærarunum við ískoytisútbúgving eru vónsviknir um, at ein viðbót til serlærarar ikki er tryggja í nýggja sáttmálanum við Fíggjarmálaráðið. Men Lærarafelagið vísir til Mentamálaráðið Skal spurningurin takast upp, skal tað gerast í friðartíð, tað vil siga, ímillum sáttmálasamráðingar, heldur Rigmor Dam, landsstýriskvinna. Men higartil hevur Lærarafelagið ikki vent sær til hennara við spurninginum um betri løn til lærarar við ískoytisútbúgving, sigur landsstýriskvinnan, sum var gestur í Degi og Viku í kvøld. Fiskivinnuavtalan millum Føroyar og Ísland kundi verið betri viðgongur landsstýrismaðurin í Fiskivinnumálum, nú Føroyar og Ísland hava gjørt semju um fiskirættindini fyri tað, sum eftir er av 2018. Runavíkar kommuna skal hava ein grønari profil. Orsøkin er heilt einfalt, at umhvørvismálini hava ikki fingið ta rúmd, tey eiga at hava. Ikki er nevnt í svarinum frá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, hvussu nógvar milliónir, nýggi sáttmálin við Pedagogfelagið kostar landi og kommunum. Haraftirat fer hækkaða eftirlønin hjá hjálparfólkum úr tíggju prosentum upp í 12 fyri at javnseta eftirløn hjá námsfrøðingum og hjálparfólkum, sum arbeiða hjá kommunum, at kosta 0,8 prosent yvir trý ár. Hann undrast á, at tveir partar, Pedagogfelagið og Fíggjarmálaráðið, kunnu vera so ósamdir um úrslitið av samráðingunum, sum endaðu við sáttmála tann 14.januar. Men í svarinum stendur nágreiniliga, hvat stendur í sáttmálanum sambært Fíggjarmálaráðnum, millum annað hvussu nógv, lønin hækkar um mánaðin. Kári P. Højgaard spurdi eisini, hvør langtíðarkostnaðurin er av broytingini í prosentum og krónum fyri land og kommunur, tá komið er á endaløn. Verða fleiri á byrjanarstigunum, gerst kostnaðurin minni. Verða fleiri á endastigunum, gerst kostnaðurin størri, sigur Kristina Háfoss. Kommunulæknafelagið vil ikki hava sitandi á sær, at broytingarnar á kommunulæknaøkinum, sum verða gjørdar nú, eru ynskið hjá Kommunulæknafelagnum. Stórir heilsudeplar við nógvum ymiskum starvsbólkum saman fara ikki at loysa kommunulæknatrotið í Føroyum, sigur Kommunulæknafelagið. Hetta er í roynd og veru okkara nýggja amerikanska løta. Tað hevur ongantíð verið betri høvið at byrja og liva amerikanska dreymin. Til allar borgarar, sum hyggja í kvøld, sama, hvar tú hevur verið ella hvagani tú kemur Hetta er løtan hjá tær. Arbeiðir tú hart, hevur tú álit á tær sjálvum, hevur tú álit á USA, so kanst tú droyma hvat tú vilt, tú kann gera alt. Og saman, megna vit alt, segði Donald Trump. Sum undangongumenn sínir, greiddi Trump eisini frá ætlanum sínum størri játtan skal veitast til at berja niður kriminalitet, og fleiri skúlar og vegir skulu byggjast. Amerikanski herurin skal uppraðfestast, og tað skapar eisini fleiri arbeiðspláss. Fíggjarlógarkreppan í USA rakar aftur um góða viku. Men forsetin kom við uppskoti um, hvussu ósemjan við demokratarnar kann loysast. Hann gevur sonevndu Dreamers børnunum, tey eru 1,8 miljón í tali, ríkisborgararætt. Hetta eru børn hjá ólógligum tilflytarum í USA. AFturfyri vil hann hava demokratarnar at taka undir við at skerja møguleikarnar hjá fátækum fólki at sleppa til USA. Og hann vil eisini hava undirtøku til at fíggja stóra múrin, Great Wall. Meðan lógvabrestirnir rungaði frá republikanarum, sótu demokratarnir hendur í favn. Sostatt eru útlitini fyri hesi loysn ikki góð. Vit mugu nútímansgera og útbyggja kjarnorkuvápnini okkara. Við vón um, at vit ongantíð fara at brúka tey, mugu vit gera tey so sterk og máttmikil, at tað fyribyrgir álopi á okkum. Eldurin er helst kyknaður í einum mikroovni. Húsfólkini hoyrdu eina spreinging í køkinum. Eldur var í mikroovninum, sum stóð uppi á einum køliskápi. Vaktleiðarin á politistøðini, Rani Wardum, sigur, at løgreglan fer í dag at kanna orsøkina til eldin møguliga er talan um skammlop. Útnorðurráðið hevur á fundi sínum í Grønlandi gjørt yvirlýsing saman við The Iceland Centre for Social Research and Ana lysis um verkætlan, sum skal byrgja fyri, at ung í Arktis brúka rúsevni. Aldu Egilstrøð Magnussen, framleiðsluleiðari, Torfinn Jákupsson, høvundur og høvuðsframleiðari og Juliu í Kálvalíð, leikstjóri greiða frá um filmsverkætlanina TROM Mannfólkablaðið M hevur biðið lesararnar atkvøtt, hvør kvinna, sum hevur verið avmyndað í blaðnum, skal verða ársins sprund. Valið fall á føroysku Katrinu Mariu Christiansen, úr Havn, sum býr í Keypmannahavn. Sjálvt um hetta ikki fer at ávirka gerandisdagin hjá Katrinu Mariu, er hon errin av at hava vunnið henda heiður, sigur hon við morgunsendingina í Kringvarpinum. Tað hevur altíð havt mín áhuga at avmynda kvinnukroppin, og hevði eg dugað at tekna sum yngri, hevði eg bara teknað naknar kvinnur, sigur Gvøðny Miriam Gunnarsson, sum nú leitar eftir kvinnum, sum vilja lata seg avmynda naknar. Sunda Kommuna kannar nú møguleikarnar fyri at hava barnansingina í kommununi opna út á kvøldið. Hetta gera tey fyri at nøkta tørvin hjá teimum, sum arbeiða uttanfyri vanliga arbeiðstíð. Gestur í Dansivali hesaferð er John Dalsgarð av Velbastað. John er formaður í ungmannafelagnum Sólarmagn, sum hesar seinastu vetrarnar hevur tikið føroyska dansin uppaftur. M.a. verður tosað um dans á Velbastað og í Kirkjubø. Fleiri av upptøkunum eru av Velbastað. Siri Sørensen, sosiologur, og Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum, skifta orð um hugskotið hjá Sunda Kommunu um at ansingarstovnar eisini skulu hava opið um kvøldið. Hetta er í kjalavørrinum av, at Sunda Kommuna fer at kanna møguleikarnar fyri at hava barnansingina í kommununi opna út á kvøldið. Hetta gera tey fyri at nøkta tørvin hjá teimum, sum arbeiða uttanfyri vanliga arbeiðstíð. Arbeiðsmarknaðurin og familju mynstrið er broytt, og tí er tørvurin eftir barnaansing anno 2018 eisini øðrvísi. Harafturat skal tað eisini metast av nýggjum, hvønn leiklut ein námsfrøðingur skal hava. Skal barnagarðurin í størri mun vera ein ansingarstovnur, ella skal meiri dentur leggjast á, at barnagarðurin eisini er eitt slag av skúla, ið skal menna og menta børnini Millum annað hetta skifta Siri Sørensen, sosiologur, og Jógvan Philbrow, formaður í Føroya Pedagogfelag, um. Gestir í Dansivali hesaferð eru Jørmund Zachariassen og Ebbe Rasmussen úr Hesti. Tosað verður um dans og annað í Hesti og Koltri. Fleiri av upptøkunum hevur Sjúrður Joensen í Koltri gjørt. Hann hevði bjóðað fólki úr Hesti, Koltri, Skopun, Nolsoy, úr Havnini og Vágum heim til sín at dansa. Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, leggur Magna Arge, fólkatingslim undir at fremja landsskaðiligt virksemi, nú hann bjóðaði katalonska forsetanum, Puigdemont til Danmarkar. Hetta hevur varpað ljós á ymiskleikan í uttanríkisáhugamálum hjá Føroyum og Danmark, og kann skaða góðar handilsavtalur við eitt nú Russland, segði Bárður Nielsen við útvarpið mánadagin. Landsstýrið førir uttanríkispolitikk og fólkatingslimir umboða ikki Føroyar uttanríkispolitiskt teir umboða sínar veljarar, og kunnu gera tað á tann hátt, sum teir halda er best, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður. Stuttsøgan, ið snýr seg um ein mann, sum fer frá konuni, ið hevur torført við at góðtaka nýggju støðuna, skapti ávísa øsing á sosialu miðlunum onkur segði seg kenna seg aftur í ekskonuni. Føroyingar hava altíð lisið skaldskap við eitt sindur av veruleika uppií. Hóast tað hevur staðið skaldsøga til dømis í eini bók, sum er komin út, so hava fólk sitið og gitt, hvør er hvør í heis skaldsøguni, sigur Bergur Djurhuus Hansen, lektari í bókmentum, sum kann vísa á fleiri dømi um skaldskap, har veruleiki og fiktión eru samanblandað. Men tað er ikki at gera við tað. Listarliga frælsi er sera vítt, sigur Jógvan Páll Lassen, advokatur, sum ikki kennir til nøkur dømi, har fólk hava stevnt listarfólki fyri ærumeiðing. Fyrsta innslag hyggja vit nærri at skaldsøgur, sum nevna veruligar persónar. Løgfrøðingur metir, hvussu langt listarliga frælsi at skriva um fólk gongur. Annað innslag snýr seg framsýningina í Listaskálanum. Listasavn Føroya hevur heiðrað Sigruna Gunnarsdóttir við afturlítandi framsýning. Triða innslag er ein reportasja úr gomlu Kommandørhúsunum yviri við Strond í Havn. Navnið er broytt til Hotel Havgrím, og hotellið tekur skap. Í løtuni kannar Landsverk, hvørt tað kann loysa seg at gera ein tunnil frá rundkoyringini á Hvítanesi og niðan á Vatnaskarð, so bilar koma skjótari úr Eysturoyartunnilin og niðan á ringvegin, sum skal gerast oman fyri Hoyvíkina. Eysturoyartunnilin verður liðugur um 2 3 ár, og nú byrjar Tórshavnar kommuna sóknast eftir boðum frá Samferðslumálaráðnum um, nær landið fer í gongd við arbeiði at gera innkomuvegin úr Eysturoyartunlinum til Havnar, sigur Jákup Dam er formaður í Teknisku nevnd hjá Tórshavnar kommuni. Sambært avtaluni, sum landið og Tórshavnar kommuna gjørdu í 2016, so skal landið gera ein veg, sum fer frá rundkoyringini á Hvítanesi, og norður á til eina rundkoyring oman fyri Skarðshjalla, har vegurin verður knýttur í ein ringveg, sum skal gerast av landsvegnum og niðan á Skarðshjalla, og síðani oman fyri Hoyvík. Men í løtuni kannar Samferðslumálaráðið og Landsverk, um til ber at gera ein tunnil beinleiðis frá rundkoyringini og niðan á Vatnaskarð. Landsverk ger tískil ferðslukanningar í løtuni. Kanningin verður væntandi liðug síðst í ferbruar, og tá kann støða takst til, hvør loysn er best. Henrik Old vísur á, at hóast ein tunnil verður gjørdur, so skal ein ringvegur framvegis gerast oman fyri Hoyvíkina, tí tunnilin kemur út so til ber at knýta í vegirnar í Hoyvíkini. Tað er týdningarmikið at farleiðin niðan á ringvegin verður so skjót og stutt sum gjørligt, tí er nýggja farleiðin er ov lang, og fer ov langt norður eftir, er vandi fyri, at bilar heldur velja verðandi farleið inn í havnina ígjøgnum Hoydalar, sigur Hendrik Old. Landsstýrismaður mælti í gjør til at seta 40 milliónir krónur av til innkomuvegin í ár, men bert 9 miliónir er settar av. Avtala er tó um at Tunnilsfelagið skal gera ein part av vegnum fyri 25 milliónir. Útflutningurin frá føroysku fiskivinnuni skal tvífaldast næstu 10 árini. Tað er ítøkiliga málið, orðað í nýggju fiskivinnulóggávuni, sum kom í gildi á nýggjárinum. Í viðmerkingunum til lógina um sjófeingi stendur, at komandi 10 árini skulu Føroyar tvífalda útflutningsvirðið av sjófeinginum, sum vit veiða árliga. Víðari stendur, at komandi árini skulu skapast nýggj størv í fiskivinnuni til fólk við bæði handaligum og bókligum útbúgvingum, ið burturav starvast við at menna og byggja upp dygd, góðsku, virði, tøkni, serúrdráttir, marknaðarføring og vitan og førleikar, ið røkka málinum um virðisøking, menning og nýskapan. Politiska málið er stórt, men fiskavirkini eru ikki kappingarfør um bestu rávøruna. Tað fær summi at skjóta upp, at leggja avgjald á allan fisk, sum fer óvirkaður av landinum. Nei, siga onnur, ein slík skipan vil trýsta toskaprísin niður og harvið taka fíggjarliga grundarlagið undan skipunum. Tí er rætta loysnin at lata almennan stuðul til fiskavirkini, fyri á tann hátt at javna kappingina við keyparar í láglønarlondum. Afturat kappingarstøðuni um bestu rávøruna kemur spurningurin um arbeiðsmegina. Føroysk fiskavirki klára illa at kappast um arbeiðsmegina. Luttakarar Pálll Gregersen, stjóri í Fiskavirkinum í Gøtu Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í Marine Harvest, sum eigur helvtina av Sandoy Seafood Jógvan Hansen, formaður í Ráfiskakeyparafelagnum Síðst í sendingini er kjak millum Høgna Hoydal, landsstýrismann í fiskivinnumálum, og Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmann fyri Sambandsflokkin. Mest sigur, at hetta er ein skipasmiðja við drúgvum royndum, sum hevur smíðað skrokkar til skipasmiðjur í millum annað Noregi, Danmark og Týsklandi í mong ár. Skrokkurin til havrannsóknarskipið, sum landið letur byggja, verður væntandi liðugur á sumri í 2019. . Skipið verður gjørt liðugt á Mest á Skála. Nýggi meirilutin, tað er Kristina Roest, Súsanna Bertholdsen, Bogi Johannesen og Bjarni Hammer, vildi velja nevndirnar av nýggjum. Tað skuldi eftir ætlan vera á býráðsfundinum tann 8. januar, men borgarstjórin útsetti fundin. Kristin Michelsen kundi kortini ikki bíða meira, tí býráðsfundur skal vera í januar, sambært kommunustýrislógini. Eftir býráðsfundin í kvøld er nýggi meirilutin í meiraluta í øllum býráðsnevndunum. Tað er í fíggjarnevndini, vinnu og havnanevndini, mentanarnevndini, trivnaðar og umhvørvisnevndini, sosialu nevnd og teknisku nevnd. Av tí, at borgarstjórin er altíð formaður í fíggjarnevndini, heldur Kristin Michelsen fram sum formaður í fíggjarnevndini. Nýggi meirilutin hevði Kristinu Roest í nevndini, og lutakast var um síðsta sessin. Minnilutin vísti á Anitu Vibergsdóttir, og meirilutin vísti á Bjarna Hammer. Kommunustjórin, Hendrik Weihe Joensen, dróg navnið hjá Bjarna Hammer upp úr posanum, sum so eisini eigur pláss við borðið, tá fíggjarnevndin hevur fund á Tvøroyri. Í august í fjør sleit Kristina Roest býráðssamgonguna á Tvøroyri. Hon er vald á Kommunulistanum, sum er listin, sum Kristin Michelsen stovnaði beint fyri kommunuvalið í 2016. Kristin Michelsen, sum eisini er løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, boðaði síðan løgmanni frá, at hann kennir seg ikki bundnan av at atkvøða saman við Javnaðarflokkinum í løgtinginum. Tað er so leingi sum javnaðarumboðini í Tvøroyrar býráð ikki vilja samstarva við seg, sum Kristin Michelsen skrivaði í almennari fráboðan til løgmann. Súsanna Bertholdsen atkvøddi ímóti og segði, at borgarstjórin eigur at vera til staðar og at vera tøkur hvønn dag. Tað skrivaði tíðindaportalurin in.fo, sum var á býráðsfundinum, tann 14. februar í fjør. Sum løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin hevur Kristin Michelsen boðað løgmanni frá, at hann er ikki bundin at atkvøða saman við Javnaðarflokkinum í løgtinginum. Javnaðarfólkini á Tvøroyri kunnu nú forða Kristin Michelsen at sita í báðum støðum og samstundis forða fyri, at tvídrátturin á Tvøroyri ávirkar samgongustevið í løgtinginum. Hann hevur onga viðmerking um støðuna, sum javnaðarumboðini tóku á býráðsfundinum á Tvøroyri í fjør. Tað hava Súsanna Bertholdsen og Bogi Johannesen heldur ikki. Miðflokkurin heldur, at ein borgarstjóri í fullum starvi, sum verður valdur á ting, eigur at kunna taka við tingstarvinum, uttan at fáa loyvi frá einum meiriluta í einum kommunustýri. Jenis av Rana og Bill Justinussen er farnir í løgtingið við lógaruppskoti, sum ber við sær, at kommunustýrini kunnu ikki taka rættin frá borgarstjóranum at røkja bæði størvini samstundis. Flokkurin heldur, at tað er í stríð við fólkaræðið, at nógv fólk kunnu velja borgarstjórar í løgtingi, sum síðan ikki sleppa í løgtingið fyri nøkrum fáum fólkum í einum kommunustýri. Tað ávirkar ikki bara politisku kósina á Tvøroyri, men tað ávirkar eisini landspolitisku kósina sum heild. Minnilutasamgongan hjá Akseli V. Johannesen, løgmanni, er viknað. Sum løgtingsmaður kennir Kristin Michelsen seg ikki bundnan at atkvøða saman við Javnaðarflokkinum í løgtinginum. Orsøkin er, at javnaðarumboðini í býráðnum á Tvøroyri vilja ikki samstarva við seg, eftir hansara tykki. Men fólkavaldu býráðslimirnir á Tvøroyri hava ongan hug at siga fólki, hvat hendir í kommunustýrinum í býnum. Ikki alment, í øllum førum. Tað var ikki bara støðan eftir býráðsfundin í kvøld. Tað hevur í stóran mun verið støðan hesar seinastu mánaðirnar. Tað hevur verið sera trupult at fáa býráðspolitikarar á Tvøroyri at gera samrøðu. Tað hevur verið nógv innanhýsis stríð í samgonguni , segði hon við útvarpið tá, uttan at hon vildi siga ítøkiliga, hvat ósemjan snúði seg um. Eftir býráðsfundin í kvøld vildi Kringvarpið spyrja Kristinu Roest um sína politisku støðu. Kringvarpið vildi eisini vita, hví nýggi meirilutin er betur fyri býin, men hon hevði onga viðmerking. Kringvarpið vildi vita, hvussu tey tulka politisku støðuna á Tvøroyri, men tey vildu heldur ikki svara spurningum frá Kringvarpinum. Bogi Johannesen og Súsanna Bertholdsen, sum eru vald á javnaðarlistanum, bóru seg eisini undan. Tey vístu ístaðin til Bjarna Hammer. Bjarni Hammer vildi sum tann einasti svara spurningum frá Kringvarpinum eftir býráðsfundin í kvøld. Sum bæði býráðspolitikari og løgtingsmaður sigur hann seg ikki skilja, at Kristin Michelsen letur tvídráttin á Tvøroyri ávirka samgongustevið í løgtinginum. Tað er ein støða, sum Kristin Michelsen hevur tikið. Tað eru ikki vit, sum gera hetta til ein trupulleika fyri samgonguna í løgtinginum. Vit fingu meirilutan í býráðnum, og vit vildu sjálvandi eisini hava meirilutan í býráðsnevndunum. Tað sigur seg sjálvt, sigur hann. Ætlanin er kortini ikki at halda eina heilt aðra politiska kós næstu árini. Vit fara nú at vita, hvat skal til fyri at útinna tey vallyftini, sum vit høvdu fyri kommunuvalið í 2016, sigur Bjarni Hammer. Men við nýggjari avtalu, sum skal undirskrivast seinni í ár, kunnu Føroyar skatta DAS inntøkur, eftir at Danmark hevur fingið sín part. Broytt líkning Kristina Háfoss sigur, at broytti linkingarhátturin ger, at Føroyar fáa ein part av skattinum av DAS inntøkum, um skattatrýstið er hægri her enn skattatrýstið í Danmark. Óvanlig føroysk sending, sum í tónleiki, orðum og myndum lýsir tulkingar av føroyskum sálmasangi. Gongdin í sendingini er tengd at lívsins gongd, serliga lívsins heysti, sum tað tekur seg út í føroyskari sálmatraditión. Lagt til rættis Edvard Nyholm Debess og J. Herluf Sørensen. Monologur Gunnar Hoydal Páll Danielsen. Tónleikarar Petra Iversen, Berghild Poulsen, Ólavur Øster, Kristian Blak, Daniels Rye, Kanny Samleben, Nicolaus Kapnas, Edvard Nyholm Debess. Seinastu árini eru komin talgild gjaldoyru, sum kunnu keypast og seljast á netinum og onkra staðni býtast um við vørur í vanligum handlum. Tey eru eitt nú Bitcoin, Ripple, Stellar og Dash. Spurningurin hevur so verið, um handil við hesum gjaldoyrum er skattskyldugur. Tað er hann sambært skattalógini, sigur Taks. Skattur skal rindast av allari inntøku, um ikki undantøk eru í lógini. Eitt undantak er, at skattur verður ikki rindaður av at selja ogn, so sum hús, sum ikki er keypt við víðarisølu ella umbýti fyri eyga. Taks metir tó, at handil við talgildum gjaldoyra fyrst og fremst verður gjørdur við júst tí endamáli at selja víðari ella býta um. Hesin handil er tí skattskyldugur. Skal keypsprísurin dragast frá søluvirðinum, so at bara nettovinningurin verður skattaður, skulu keypsprísur og søluvirðið skjalprógvast, sigur Taks. Tap, sum ikki rúmast sum frádráttur í vinninginum, kann ikki flytast til frádrátt í aðrari inntøku ella verða framflutt sum hall ella tap í seinni árum. Aim Jacobsen, borgarstjóri í Sørvágs kommunu, er sera glað fyri, at ungdómshúsið letur upp, tí ungdómurin hevur ikki nakað annað enn ítrott at fara til í frítíðini. Peter Thielst er mag.art í filosofi og hevur skrivað fleiri bøkur um filosofi m.a Livet m leves forlæns og forst s baglæns Sendingin varð fyrstu ferð send 06.06.2010 undir sendirøðini Tilvera. Bilar sleppa í gjøgnum tunnilin hvønn heilan tíma, og bilar í neyðsynjarørindum sleppa altíð í gjøgnum tunnilin, skrivar Landsverk á heimasíðu síni. Men ætlar tú tær so eftir gamla Leirvíksvegnum, so ber tað heldur ikki til, tí Eysturkommuna boðar frá, at Leirvíksvegurin er stongdur fyri ferðslu, tí at vegurin ikki er nóg tryggur til nógvu ferðsluna. So tað er at brynja seg við toli, tí bilar sleppa í gjøgnum Leirvíkstunnilin hvønn heilan tíma til arbeiðið í tunlinum er liðugt 31. mars. Limirnar hava nú fingið at vita, at tey fáa 80 prosent aftur av lønini, sum tey mistu í arbeiðsteðginum, sum vardi í 33 dagar hjá teimum, sum vóru longst heima Limirnir í Pedagogfelagnum hava fingið at vita frá felagnum, at tey fáa í minsta lagi 80 prosent av lønini, sum tey mistu, meðan arbeiðssteðgurin var. Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum, sigur, at felagið hevur ikki fingið tølini frá øllum arbeiðsgevarum enn, so fullfíggjað yvirlit er ikki tøkt. Jógvan Philbrow sigur, at nevndin ætlar ikki at koma við uppskoti um at hækka limagjaldið á aðalfundinum, sum verður um ein mánað. Bloggurin eitur Byebye boppa. Her skrivar Kristina Jarnfoss um sínar royndir við at gevast við at geva bróst, og tað er ikki bara sum at siga tað, heldur Kristina. Hennara royndir eru, at kvinnur hava trupulleikar at tosa um hetta, og hon saknar eitt forum, har tað ber til at skriva um royndir, sum aðrar kvinnur hava gjørt. Saman við Kristinu, í útvarpsstovuni, er Bjørghild Djurhuus, heilsusystir, sum greiðir frá, hvat ber til at gera, tá kvinnur ætla at gevast at geva bróst. Nógv fólk vóru til tiltakið, sum Alzheimerfelagið skipaði fyri í Perluni í Havn, gjárkvøldið. Tó saknaðu fyriskipararnir politikarnar, sum varða av demensøkinum. Alzheimerfelagið fer nú at gera vart við fleiri ting, sum kunnu bøtast og broytast á demensøkinum, siga Marjun Restorff, nevndarlimur í Alzheimerfelagnum og Sigrun Mohr, sum starvast hjá Alzheimerfelagnum. Mariann Reinert, løgreglukvinna er farin til Kollafjarðar at undirvísa. Vit eru saman við henni, og fara at hoyra um evnið Etikkur á netinum. Næmingar í 6.flokki greiða frá. Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, sigur í einum tíðindaskrivi seinnapartin, at hóast samskift er við sentralu partarnar, eisini kommunulæknarnar má hann ásanna, at hann átti at hava lagt enn meira fyri at tryggja kommununulæknunum vissu fyri, at heildarætlanin bara hevur til endamáls at bøta um umstøðurnar og tænastustigið hjá borgarum og starvsfólkum. Tá samstarvslíkindini ikki eru betri, enn líkt er til í løtuni, síggi eg onga meining í at halda fram við ætlanini, sigur Jógvan Skorheim í tíðindaskrivinum. Vit eru á listaframsýning í Listaskálanum, har Sigrun Gunnarsdóttir hevur afturlítandi framsýning við myndum frá sejytiárunum fram til dagin í dag, og í Steinprenti, har Hansina Iversen hevur framsýning við heitinum Portraits of the loved ones. Kvinnufelagið í Suðuroy, Valkyrjurnar, hátíðarhalda 10 ára stovningardag fyri teirra virksemi. Vit práta við Onnu Mortensen um virksemið, um avbjóðingar við at vera kvinna og kvinnufelag í føroyska útjaraðanum, um ynski og dreymar fyri framtíðina. Leygardagin í farnu viku varð mentanarvirðisløn Nólsoyar Pálls latin Steintóri Rasmussen. Fjøllistamaðurin og íverksetin kemur í útvarpsstovuna. Eyðun Ásason var bara 29 ára gamal, tá hann fekk staðfest Parkinson. Hann er nú so illa fyri av sjúkuni, at hann hevur gjørt av at fáa eina skurðviðgerð í heilan, sum kann geva honum førleikarnar aftur. Føroya Tele selur nú 44 prosent av partafelagnum Formula. Orsøkin er, at bygnaðurin í Føroya Tele skal gerast einfaldari, og Føroya Tele skal ikki eiga ov nógv í øðrum feløgum. Sangirnir, ið royna seg ígjøgnum Nálareygað, eru hesir. Landsstýriskvinnan í Heilsumálum gjørdist kløkk, tá hon frætti, at Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, dróg í land, og ikki vil hava eina heilsumistøð kortini á røktarheiminum í Klaksvík. So seint sum mánadagin vóru tey bæði annars á einum máli um, at hetta var eitt gott hugskot. Eyðun Ásason var bert 29 ára gamal, tá hann fekk staðfest Parkinson. Hann er nú so illa fyri av sjúkuni, at hann hevur gjørt av at fáa eina skurðviðgerð í heilan, sum kann geva honum førleikarnar aftur. Men fyrst skal hann hava eina konsert í Saltsiloini á Tvøroyri, sum møguliga verður hansara seinasta. Dagmar Joensen Næs og Jens Jákup Hansen hava gjørt sendingina. Íslendingar hava fiskað næstan allan sín svartkjaft í føroyskum sjógvi, men nú skal minst ein fjórðingur fiskast í íslendskum sjógvi. Sambært gamla býtislyklinum um svartkjaft, sum er farin úr gildi, uttan at nýggjur er komin ístaðin, eigur Ísland góð 16 prosent av heildarkvotuni, sum ICES mælir til. Listabólkurin hjá Tórshavnar kommunu hevur gjørt av at geva øllum listafólkum møguleika at koma við uppskotum um at listprýða Skúlan á Fløtum. Í fyrstu atløgu hækkar upphæddin ikki fyri gjaldskort av slagnum MasterCard. Hon hækkar í apríl. Til tá verður upphæddin á MasterCard 200 krónur hvørja ferð. Betri banki sigur, at sambært Nets er misbrúk við gjaldskortum uttan loynital øgiliga lítið, minni enn eitt prosent av øllum kortmisbrúki. Tí verður mett trygt at hækka hámarkið. Evy Jacobsen, sum eisini situr í nevndini fyri Vága floghavn, hevur røkt starvið sum stjóri á flogvøllinum, síðani Jákup Sverri Kass fór frá hálvan november í fjør. Tað sum serliga skilur Vøluspá frá øðrum gudakvæðum er, at tað ikki bara er ein uppremsan av ymsum mytologiskum frumevnum, men at kvæðið hevur eina nøkulunda samanhangandi søgugongd úr byrjan í enda. Tónleikarar úr SinfoniaNord og Føroya Symfoniorkestrið, hava leingi ynskt at leggja kreftir saman í eitt stórt moderna symfoniorkestur. Nú verður tað so gjørt. Tey framførdu verkini eru øll nýskrivað. Fyrst á skránni stendur verkið Eg skar mítt navn , sum Tróndur Bogason hevur gjørt til Eivør Pálsdóttir yvir sangin av sama navni. Eftir steðgin fer samansetta orkestrið við sopraninum Valgerður Guðnadóttir at framføra symfonisku yrkingina VØLUSPÁ, sum orvaldur Bjarni orvaldsson hevur skrivað yvir gomlu norrønu yrkingina. Pernille Aalund og Kim Boyer hava skriva fleiri bøkur um kærleikan, sum millum annað viðvíkja avbjóðingum sum eitt og hvørt parlag hevur. Eisini hava tey facebook síðuna Den Mentale Kriger har tey javnan býta teirra royndir og koma við góðum ráðum til eitt gott parlag. Nú eru tey komin til Føroyar at tosa um kærleikan, sex, svartsjúku, ótrúskap, girnd, heilaspuna og onnur evni, sum eru meira ella minni eru tabu í dagsins samfelag. Í 2030 skal øll elorka á landi koma frá varandi orkukeldum, tað hevur samgongan sett sær fyri. Fleiri vindmyllur eru seinnu árini settar upp, og eftir ætlan skuldu fleiri afturat verið farnar at mala, men stígur er komin í ta grønu elorkukósina. Ein nýggjur netmiðil hevur sæð dagsins ljós, sum millum annað vendir sær til tilflytarar og útlendingar við áhugað fyri Føroyum. Vit tosa við stovnaran Jens Hákun Leo. Jan Mortensen er hósdagsgestur. Hann er rættiliga í brennideplinum fyri tíðina, tí hann vegna tað almenna stendur á odda fyri maratonsamráðingunum á almenna arbeiðsmarknaðinum. Øll hava vit tíðarskeið í lívinum, har vit hava tað trupult, kenna strongd, tunglynt ella óttafull. Tað er ein nátúrligur partur av tí at vera menniskja. Millum annað hetta siga rithøvundarnir í nýggju bókini Mennandi sálarfrøði, sum kemur út í morgin. Vit tosa við høvundarnar Gitte Klein og Ann Britt Fríðheim Mortensen. Men í hvørjari trygging kunnu vera fleiri fólk, makin og børnini hjá tí, sum teknar tryggingina. So tryggjaðu fólkini eru fleiri enn 26. Trivnaðarnevndin hjá løgtinginum viðger í løtuni uppskotið hjá Kaj Leo Holm Johannesen um viðgerðartrygd til allar føroyingar í føroyska sjúkrahúsverkinum. Í tí sambandi hevur nevndin spurt Lív, Betri trygging og Trygd, hvussu nógv viðskiftafólk hjá teimum hava teknað privata sjúkratrygging ella viðgerðartrygging. Kanningin vísir, at ein fær nógv lægri løn, um ein velur eina humanistiska útbúgving í staðin fyri eina vinnubúskaparliga útbúgving. Kanningin hevur samanborið lesandi, sum hava somu fortreytirnar, men hava valt ymiskar útbúgvingar, og niðurstøðan er greið. Velur tú eina humanistiska útbúgving, fært tú 100.000 krónur færri um árið, tað svarar til umleið 30 prosent minni, enn ein, sum hevur lisið vinnulívsbúskap ella læknafrøði. Hesar tíggju útbúgvingarnar geva lægstu mánaðarlønirnar Tónleikaterapi. Miðallønin eftir tíggju ár er 26.400 krónur um mánaðin Sjónleikur og framførslur. Miðallønin eftir tíggju ár er 27.600 krónur um mánaðin Frálærufrøði. Miðallønin eftir tíggju ár er 30.100 krónur um mánaðin Leiklistafrøði. Miðallønin eftir tíggju ár er 30.300 krónur um mánaðin Polskt mál og mentan. Miðallønin eftir tíggju ár er 30.500 krónur um mánaðin Russiskt mál og mentan. Miðallønin eftir tíggju ár er 30.500 krónur um mánaðin Grikskt miðaldarmálfrøði. Miðallønin eftir tíggju ár er 30.500 krónur um mánaðin Listasøga. Miðallønin eftir tíggju ár er 30.700 krónur um mánaðin Miðaldar og endurburðarfornfrøði. Miðallønin eftir tíggju ár er 30.700 krónur um mánaðin Serfrøði í fornari egyptiskari mentan. Miðallønin eftir tíggju ár er 31.500 krónur um mánaðin Hesar tíggju útbúgvingarnar geva hægstu mánaðarløn Tryggingarstøddfrøði. Miðallønin eftir tíggju ár er 71.800 krónur um mánaðin Vinnulívsbúskapur og støddfrøði. Miðallønin eftir tíggju ár er 66.500 krónur um mánaðin Grannskoðari. Miðallønin eftir tíggju ár er 64.200 krónur um mánaðin Læknafrøði. Miðallønin eftir tíggju ár er 63.200 krónur um mánaðin Búskaparfrøði. Miðalløn eftir tíggju ár er 62.000 krónur um mánaðin Vinnulívsbúskapur og kunningartøkni. Miðalløn eftir tíggju ár 57.700 krónur um mánaðin Elektroniskt vinnulív. Miðallønin eftir tíggju ár er 57.700 krónur um mánaðin Tannlækni. Miðallønin eftir tíggju ár er 56.400 krónur um mánaðin Vinnulívsbúskapur og vinnulívsløgfrøði. Miðallønin eftir tíggju ár er 55.600 krónur um mánaðin Vinnulívsbúskapur. Miðallønin eftir tíggju ár er 55.500 krónur um mánaðin Ulrik Andersen, løgrelgumaður, greiðir frá teirra arbeiði á Teknisku Kanningareindini hjá Løgregluni í Havn. Barnaporno, grooming, hevndarporno, hakking og annað, er tað, teir arbeiða við dagliga. Kriminalitetur á netinum er bara vaksandi, sigur Ulrik. Tey fimm nýggju nøvnini, sum eru komin á navnalistan í fjør, eru gentunøvnini Adriana, Eliana, Indira og Teodora, og fyri dreingjanøvn er eitt nýtt navn komið, tað er Ares. Innlit, sum Kringvarpið hevur fingið, vísur, at í sambandi við uppkalling eru umsóknir um at sleppa at brúka nøvnini eitt nú Angelina, Axelina, Elisabeta og Samia. Men ikki allar umsóknir verða tó góðkendar. Eitt nú vrakaði málnevndin gentunøvnini Eyrit, Leah, Lydia og Saga. Hjá dreingjum eru trý nøvn vrakað, Kriseli, Norð og Thor. Nøvn verða vrakað, sambært grein 2 í navnalógini, har stendur, at Navnið skal vera í samljóði við føroyskar málreglur. Og tey nøvn, sum eru noktað, lúka ikki treytirnar í hesi lógargrein, sigur Anfinnur Johansen, formaður í málnevndini. Nú vísir tað seg, at mátin, har kvinnan hvønn morgun skrivar inn likamshita sín, ikki er heilt álítandi, tá tað snýr sum um neyvt at áseta tryggar dagar, har tú kanst hava samlegu uttan fyribyrging. Sjúkrahúsið í Stokkholmi hevur higartil skrásett 37 tilburðir, har kvinnur ótilætlað eru vorðnar við barn, hóast tær nýttu Natural Cycles. Hetta er nýggjur máti, og vit síggja fleiri óætlaðar graviditetir, og tí melda vit appina til læknaheilsuráðið, sigur Carina Montin, sum er sjúkrasystir, við tíðindastovuna Siren. Teir 37 óynsktu graviditetirnir eru millum tær 668 kvinnurnar, sum søktu um fosturtøku á sjúkrahúsinum í Stokkholmi frá september 2017 og til ársskiftið. Og vøran hevur fingið góða móttøku, tí kvinnurnar sleppa undan at fara í hormon viðgerð, eitt nú at tala p bollar. Appin verður eisini marknaðarførd við slagorðinum Eingi hjáárin . Við svenska kringvarpið, SVT, sigur Natural Cycles í viðmerking til støðuna, at einki fyribyrgingar evni er 100 prosent effektivt, og vandi er fyri óynsktum graviditeti við øllum fyribyrgingarevnum. Tá talan er um, hvussu effektivt fyribyrgingarevnið er, so hevur Natural Cyclus eitt Pearl Index upp á sjey, og tað merkir, at effektiviteturin er 93 prosent, og tað skriva vit eisini, sigur Natural Cycles í viðmerking til SVT. Við øðrum orðum, so gerast 7 av hvørjum 100 kvinnum, sum brúka appina, við barn. Appin er sostatt tryggari enn at nýta hít, men munandi ótryggari enn at nýta p bollar og hormonspiral. Í morgin, leygardag, verður tiltakið Vetrarljós hildið á fimta sinni. Hetta er at kalla ein festivalur við eini tjúgu ymiskum tiltøkum við tónleiki, upplestri og øðrum. Vert er at leggja merki til, at tiltøkini eru ókeypis, greiðir Sonja Johannesen, starvsfólk í Visit Tórshavn, er er samskipari av tiltakinum. Hoyr innslagið her Herfyri lat nýggja matstovan Tarv upp í Vágsbotni í Havn. Talan er ikki um eitt steak house , sigur Leivur Horn, sum er kokkur í Tarv Grill House. Vit hava nógv annað enn oksakjøt á matskránni, eitt nú skeljadjór , sigur Leivur. Sum eitt kuriosum varðveitir matstovan Undirhúsið , har eldri menn plagdu at koma at fáa eitt prát ella at spæla kort. Undirhúsið er væl vitjað, og eldru menninir hava sjálvir lykil til hølið , leggur Leivur aftur. Hoyr innslagið her Tað eigur ikki at vera neyðugt, at ein skal vera bundin av um familjulimir kunnu ansa barni hjá mær. Tað sigur Tordis Tróndarson, sum er sjúkrarøktarfrøðingur. Hon heldur, at upplatingartíðirnar í ansingarstovnum áttu at verið øðrvísi. Við einum nýggjum tunnli til Hvalbiar førka vit okkum inn í nútíðina. Tað sigur borgarstjórin í Hvalbiar kommunu, nú lógin um at gera nýggjan Hvalbiartunnil er á veg í løgtingið. Royndirnar at turka skinku í Føroyum hava verið so góðar, at nú verður farið at framleiða tær til heimamarknaðin. Ikki til útflutnings, tí tað forðar handilssáttmalin millum Føroyar og ES fyri. Tó er tað í útflutninginum, at stóru møguleikarnir eru fyri fleiri nýggjum arbeiðsplássum. Føroyski myndahøggarin Hans Pauli Olsen skal høgga eina seks metra høga standmynd av Christani fjórða kongi, sum skal standa miðskeiðis í Keypmannahavn. Standmyndin kostar 1,8 milliónir krónur, og bróðurparturin av pengunum kemur frá privatum gevarum. Tað sum er ringast, er at eg millum vinir, grannar og onnur fólk javnan hugsi Hvat munnu øll onnur hugsa um meg. Eg eri troytt av at liva lívið hjá øðrum. Eg vil liva mítt egna Tá eg skal gjalda fyri innkeypið, rýka alskins pakkar av smákøkum, spareribs, piparbúffar, og svans niður í innkeypsvognin. Ja, tá tekur hann vogn, og ikki kurv . Tá ið vit eru í býnum, so reypar hann, at hann hevur lisið bøkur, sum hann als ikki hevur lisið. Hetta brúkar hann í onkrum føri, sum skoritriks og aðrar tíðir siterar hann tey røttu fólkini og namedroppar, tí hann vil sleppa uppí djúpa prátið . Ein vindmastur settur upp í Porkerishaganum. Síðani er ætlanin um nakrar mánaðir at kunna staðseta vindmyllurnar endaliga. Síðani verður útboðið kanska víðkað, soleiðis, at í 2019 skulu ikki bara seks megawatt, men 12 megawatt fáast upp í einum, sigur Kári Mortensen. Upprunaliga var ætlanin at fáa framleitt seks megawatt í ár og seks í 2020. Hetta verður ein av sera mongum spurningum, sum nýggja Etiska Ráðið skal lýsa. Ráðið skal geva teimum, sum taka avgerðir, hollari etiskt grundarlag til sínar støðutakanir. Ráðslimirnir fara nú at seta seg nærri inn í hesi stóru økini, áðrenn tey fara at arbeiða etiskt við teimum, sigur Hildur við Høgadalsá, forkvinna. Hildur við Høgadalsá er forkvinna í nýggja Etiska Ráðnum, sum hevur havt sín fyrsta fund, har Sirið Stenberg, landsstyriskvinna, millum annað gav teimum hesa heilsanina við á vegnum Granskingin og nýggir viðgerðarhættir seta okkum í etiskar tvístøður. Hesar tvístøður skulu vit nú kjakast um á einum dyggum grundarlagi. Etiska ráðið skal ikki siga okkum, hvat er rætt og skeivt, men fer at lýsa málini úr ymsum sjónarhornum og búgva okkum onnur til víðari kjak og støðutakan. Norður Korea fekk 1,3 milliardir krónur í fjør fyri ólógligan útflutning, og landið selur eisini vápn til millum annað Sýria og Myanmar. Reuters, sum hevur fingið frágreiðingina, skrivar, at Norður Korea hevur brotið ST revsitiltøkini og hevur forvunnið nógvan pening við ólógligum útflutningi, men at vápnaútbúnaður eisini er seldur til Sýria og Myanmar, hevur vakt serligan ans. Við følskum pappírum hava norðurkoreansk skip útflutt kol til millum annað Russland, Kina, Suður Korea, Malaysia og Vietnam. Fyri tað mesta varð tað norðurkoreanska kolið gjørt til upprunakol í landinum, hagar tað varð útflutt, skrivar Reuters. ST hevur síðani 2006 havt revsitiltøk í gildi móti Norður Korea fyri at forða landinum at gerast eitt kjarnorkuveldi. Útflutningsbann er á koli, jarni, blýggi, klædna og fiskavørum, eins og innflutningurin eisini er sera avmarkaður. Tað hevur ikki eydnast Reuters at fáa viðmerking frá norðurkoreansku sendinevndini í ST. Russland og Kina hava ferð eftir ferð sagt, at tey virða revsitiltøkini, sum ST hevur sett í verk. Ein nýggjur politiskur flokkur er ávegis í Grønlandi. Fyrrverandi landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Vittus Qujaukitsoq, fór beint sum hann tók seg úr flokkinum Siumut í september í fjør undir at stovna ein nýggjan flokk. Nú skrivar grønlendski miðilin Sermitsiaq, at umsitingin hjá grønlendsku valnevndini hevur fingið undirskriftirnar, sum skulu til at stovna ein nýggjan flokk og nú verður kannað, um hesar fullgóðar. 942 atkvøður skulu til. Við grønlendsku útvarpstíðindini hevur Vittus Qujaukitsoq sagt, at sjálvræði fyri Grønland og økt sjálvræði í øllum viðurskiftum, sum hava við Grønland og grønlendska fólki at gera, er aðalendamálið. Formaðurin í umboðsmannatinginum í USA, Paul Ryan, hevur gjørt sum forsetin í USA hevur gjørt so mangan og fingið mikið uppmerksemi fyri eini boð, hann sjálvur hevur skrivað á sosiala miðlinum Twitter. Og so hevur Paul Ryan strikað boðini aftaná, tí tey fullu ikki í góða jørð. Eitt nú hava fleiri demokratar og nógvar Twitter brúkarar havt at Ryan. Í boðunum royndi Ryan at vísa á, at skattalættin hjá Republikanska flokkinum, sum hann er partur av, var væleydnaður. Sum dømi um tað nevndi hann eitt alment settan skrivara, sum fekk hálvanannan dollara í lønarhækking. Altso smáar níggju krónur um vikuna. Hetta hevur fingið fleiri at vísa á, at Paul Ryan ikki hevur samband við ella skil fyri gerandisdegnum hjá vanliga amerikanarinum. Eitt ferðafólkatok og eitt góðstok rendu saman í South Carolina. 139 ferðafólk og átta starvsfólk vóru umborð á ferðafólkatokinum, tá tokið rendi saman við góðstokið í nátt. Suðurrás skrivar, at tað er arbeiðsloysi, sum ávirkar persónskattainntøkurnar hjá kommununum. Tilsamans hava tær fingið eina slaka millión minni í skatti. 10,6 milliónir krónur var persónsskatta inntøkan í januar í ár samanborið við 11,4 milliónir krónur í januar í fjør. Ein kommuna í Suðuroy hevur lítlan vøkstur í persónskattainntøkunum í januar í ár samanborið við sama tíðarskeið í fjør, og tað er Hvalbiar kommuna. Samstundis sum stór minking er í persónsskattainntøkunum í Suðuroynni, er framvegis ein vøkstur í persónsskattainntøkunum í flestu kommunum kring landið. Talan er um túsundtals bygningar, sum hoyrdu til mayafólkið, sum eru komnir undan kavi. Hetta bendir á, at tað búðu fleiri milliónir meiri av fólki í økinum enn higartil mett. Og nú meta tey, at tað búðu umleið tíggju milliónir fólk í økinum, har nýggja avdúkingin er gjørd. Tað er tvífalt ella trýfalt so nógv, sum áður mett. Her kom fram, at mayafólkið í nógv størri mun enn higartil hildið, gagnnýtti økið. Fleiri staðni var 95 prosent av økinum nýtt til landbúnað. Sambært granskarunum var landbúnaðurin munandi meiri djúptøkin og burðardyggur enn higartil hildið. Somuleiðis benda framkomnir verjuskansar, gravir, veitir og vatningarskipanir á, at mayafólkið skipaði arbeiðsorkuna ógvuliga væl. Í samband við nýggju avdúkingarnar hava tey skrásett 60.000 bygningar, millum annað fýra stórar bygningar við torgum og pyramidum. Í Suðuroy fáa kommunurnar munandi minni inn í persónskatti í januar í ár samanborið við januar í fjør. Í prosentum er talan um eina minking á meiri enn sjey prosent. Dennis Holm er borgarstjóri í Vágs kommunu. Sambært honum er tað ein samanrenning av ymiskum faktorum, sum er orsøk til minkandi persónskattainntøkurnar í kommununi. Ein av orsøkunum er uttan iva, at Varðin Pelagic stongdi í juni í fjør, tí eldur kom í, og so hava starvsfólk á dagstovnaøkinum ikki fingið løn orsakað av arbeiðssteðgi, sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs kommunu. Inntøkur hjá fólki hava eisini verið methøgar kring landið, men ikki í Suðuroynni. Kommunurnar í Suðuroynni hava sitið saman í fleiri umførum og tosað um, hvussu tær kunnu fáa part í vøsktrinum, sum er í samfelagnum, sigur Dennis Holm. Meiri enn 100 milliónir fólk hyggja eftir Super Bowl á hvørjum ári. Serliga stórt er Super Bowl í USA. Av tíggju teimum mest sæddu sjónvarpaðu sendingunum nakrantíð, eru níggju Super Bowl finalur. Hetta merkir eisini, at tað eru nógvar lýsingarkrónur í Super Bowl. Ein lýsing á 30 sekund kostar millum fimm og 5,5 milliónir dollarar. Teitur Joensen er sera ítrottaráhugaður og brúkar nógva tíð til at fylgja við í alskyns ítrótti, millum annað amerikonskum fótbólt. Hann greiðir frá, hví Super Bowl er so væl umtókt, og hvat er so serstakt við tí. Tryggari internetdagur er 6.februar. Óli Rubeksen, sum starvast innan SSP, greiðir frá týdninginum at vera tryggur á netinum. Næmingar í 4.flokki í Eysturskúlanum í Havn, hava arbeitt nógv við evninum í seinastuni. Stuðulin úr gávugóðsinum hjá Thorvaldi Poulsen verður latin hvørt ár, og hann skal latast einum ungum listafólki, sum hevur víst hegni og hug at útbúgva seg. Stuðulin er 50.000 krónur, og í ár er tað 20 ára gamla listakvinnan Anný Djurhuus Øssursdóttir, sum hevur fingið stuðulin. Hon fegnast, og sigur, at tað kennist sum eitt herðaklapp fyri arbeiðið, hon ger. Thorvald Poulsen av Steinum var gartnari í Havn. Hann hevði vakstrarhús og urtagarð sín, har sum R. C. Effersøes gøta og Egholmstrøð møtast. Hann átti eisini traðirnar, har SMS og meginparturin av R. C. Effersøes gøtu eru í dag. Alt hetta økið seldi hann og setti peningin á bók í Føroya Sparikassa, har hann stóð og rentaði, til Thorvald doyði. Torvald hevði áhuga fyri máli og list, og hann stovnaði grunnin til tess at stuðla ungum fólkum við listarligum evnum at nema sær útbúgving. Í stýrinum fyri grunnin Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetri Føroya Marita Dalsgaard, forkvinna í Listafólkasamband Føroya og Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag. Stýrið hevur gjørt avtalu við Listafólkasamband Føroya, sum hevur sett eina úrvalsnevnd av fakfólkum at velja eitt ungt listafólk, ið skal fáa stuðulin, ella gávugóðsið. Gávugóðsið varð fyrstu ferð latið í 2001, og síðani hava 19 listafólk og ein stovnur fingið tillutað til samans 935.000 krónur í stuðuli úr grunninum. Manglandi kapping um vinnutryggingar kostar føroyskum vinnulívi millum 30 og 50 milliónir krónur árliga. Tað sigur Kim Hansen, stjóri í felagnum Tryggingarmeklarin. Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Poul Michelsen, er ikki ósamdur og fer tí at kanna, hvat gerast kann fyri at bøta um tryggingarmøguleikararnar føroyskum fyritøkum. Kim Hansen sigur, at føroyskar fyritøkur rinda tíggjutals milliónir krónur árliga í okursprísi. Eitt sjónarmið, sum hann eisini hevur ført fram á fundi við Poul Michelsen í oktober í fjør. Endamálið við tiltakinum er at bjóða ljósari tíðum vælkomnum við livandi tónleiki, sjónleiki, filmi og list. Røddin var ein túr í miðbýnum við sjónbandsupptøkutólinum. Tað hendi fríggjadagin, tá John Zachariassen, nevndarformaður í SEV, og Jákup Dam, býráðslimur, skrúvaðu ventilarnar til Gundadal frá. Talan er um Bank Nordik, Stórhøllina á Hálsi og FSF bygningin. Seinni í vár verður svimjihøllin í Gundadali eisini knýtt í skipanina. Framvegis er nógv tøk orka, sum kann leiðast inn í fjarhitaskipanina, og tí verður fjarhitanetið áhaldandi bygt út, so at avlopsorkan frá Sundsverkinum og Brennistøðini á Hjalla verður gagnnýtt so væl sum til ber, sigur Sune Jacobsen, nevndarformaður í Fjarhitafelagnum. Fjarhitafelagið heldur fram við fjarhitaleiðingini oman eftir Hoydalsvegnum og oman til Finsen, sum verður bundið í fjarhitaskipanina í ár. Aðrir bygninginar í miðbýnum verða eisini knýttir í, har fjarhitin kemur fram við. Nýggjur gestur í Meg minnist er Bárður Jákupsson. Hann hevur altíð havt áhuga fyri at tekna og mála. Samstundis hevur hann havt størv sum lærari, ritstjóri og savnsstjóri. 60 ára gamal fór hann at mála burturav. Bárður er uppvaksin Uppi undir Varða. Hann er sonur rithøvundan og búnaðar ráðgevan Heðin Brú úr Skálavík og konu hansara av Velbastað. Heðin Brú bygdi á eitt stykki burtur av frá Williami Heinesen, og Christian Matras bygdi á eitt stykki frá Heðin Brú. Játtanin til Selatraðarvegin er 1,5 milliónir krónur í 2018, og 2,0 milliónir krónur í 2019. Landsverk vísir á, at ein møguleiki er at asfaltera strekkini, ið vóru breiðkað í 2005 og 2006, samanlagt umleið 600 m, og at gera bilverjuna lidna, har sum pelar eru settir upp. Tað sigur Henrik Old, landsstýrismaður, í svari til Edmund Joensen, tingmann, sum spurdi landsstýrismannin um Selatraðarvegin. Ein annar møguleiki er at breiðka ein part av vegastrekkinum millum Strendur og Morkranes í ár. Breiðkingin kann halda fram næsta ár og so verða gjørd liðug við asfaltering og øðrum. Samanlagt verða tá einir 7 800 metrar breiðkaðir hesi bæði árini. Aðrar loysnir kunnu koma uppá tal, sæst í svarinum. Eftir samferðsluætlanini fyri 2012 2024, og tilmæli frá Landsverki, verður mælt til at dagføra Selatraðarvegin soleiðis, at hann er hóskandi eisini í mun til ferðsluna. Tað vil siga at breiðka vegin til ein smalan tvíbreytaðan veg í støðum, og annars at gera góð víkipláss, har tað er kostnaðarmikið at gera vegin tvíbreytaðan. Hetta var í 2012 mett til at kosta 50 milliónir krónur, sigur landsstýrismaðurin í svarinum. Vit brúka nøvnini á kendum føroyingum til okkara flota, og tí vilja vit geva eitt sindur aftur til føroyska samfelagið. Soleiðis tekur Ingrid Bjarnastein til. Ingrid er samskipari í Listaflogi hjá Atlantic Airways. Listaflog er stuðulsskipan hjá Atlantic Airways, sum varð sett á stovn í sambandi við, at flogfør og tyrlur hjá flogfelagnum fingu nøvn eftir mætum føroyskum listafólkum. Listaflog er, sum navnið leggur upp til, ein stuðulsskipan, sum skal stimbra føroyskari list fíggjarliga. 100.000 krónur verða latnar 28. mars á hvørjum ári. Hetta er dagurin, tá Atlantic Airways fór á flog á fyrsta sinni. Tí tað er ein sannroynd, at ung og fólk yvirhøvur ferðast nógv í digitala heiminum, og tískil er kunnleikin um kropp, mørk og kyn eins viðkomandi her sum í øðrum rúmum, vit ferðast Tað er av alstórum týdningi fyri trivnaðin hjá teimum ungu, at tey skilja týdningin av orðinum samtykki, tora at gera vart við síni egnu rættindi, rættindini hjá øðrum og kenna avleiðingarnar, um tey ikki virða mørkini hjá øðrum. Á tiltøkunum verður, umframt stuttir fyrilestrar frá serfrøðingum, høvi at fáa eitt prát við fakfólk. Eisini verður høvi at luttaka í spurnakapping, fáa ymiskt tilfar, prøvar og annað, ið er aktuelt fyri átakið Mynd krevur samtykki, kynslív og kropp yvirhøvur. Bæði privati og almenni arbeiðsmarknaðurin lýsa javnan við 10 , 20 , 25 , 30 , 40 og 50 ára starvsdøgum, har arbeiðstímar ella hálvir arbeiðsdagar verða settir av til móttøku. Eisini eru fráfaringarhald ofta at síggja, har ein løta verður sett av at heilsa uppá starvsfólk, ið fara frá eftir drúgva starvsleið á sama arbeiðsplássi. Tey sum eru í krithúsinum hjá Kongshúsunum fáa riddarakrossar hvørja drotningavitjan. Alt væl uppiborin herðaklapp fyri trúfasta tænastu. Tá dekkari legst uppá land eftir drúgva lívsleið á sjónum, ofta útslitin, so fær hann aloftast ikki meira enn egnan klæðsekk við sær í land. Ikki tí hann biður ikki um uppmerksemi og er kanska bara glaður fyri at takka fyri seg í allari stillheit. Tí føroyski sjómaðurin er lítillátin og ger ikki nógvan háva burturúr sær, og hetta er kanska viðvirkandi til, at hann er meira forfjónaður í merkisdagamyndini enn onnur. Norðlýsið vil frá nú av bjóða reiðaríum, Fiskimannafelagnum og hinum manningarfeløgunum, áhugafeløgum fyri sjómenn, sjómanskvinnuringum og øllum øðrum, sum vilja heiðra ein sjómann fyri drúgva tænastu ella annað bragd, at lýsa ókeypis við merkisdegnum í Norðlýsinum. Bólkurin, sum júst hevur latið sína fyrstu fløgu úr hondum, ger vanliga ikki samrøður við miðlar, men her er kortini eitt undantak. Her, sum onki ljós sleppur inn, umgyrt av myrkri er eitt krystalklárt, myrkingarlitt evni, sum rísur upp úr svartastu kjarnu jarðanna. Svartmálm hevur, síðan bólkurin varð settur á stovn í 2016, spakuliga fingið røring í tónlistaheimin við sínum sermerktu framførslum. Har seigliga stórbærið úr dómadagsmálmi verður sameint við meldurhvirlandi kyrrstøðuni í svartmálmi, og felags stevið verður samantvinnað við ambient ljóðlandsløg. Bólkurin varð stovnaður til tess at veita tónleikarunum eitt útbragd fyri kenslur og tankar, sum ikki altíð var pláss fyri í øðrum verkætlanum. Við at lata seg í Svartmálmsbúnar og taka sær dulnevnini Deyði sang og gittar , Pest gittar og tangentar , Hungur bass og Kríggj trummur kunnu teir úttrykkja seg á hættir, sum geva eina innaru javnvág. Tættir úr svartmálmsmentan verða settir saman við føroyskari. Allir tekstirnir eru á føroyskum og snúgva seg um gransking av myrkri bæði søguliga og nútíðarinnar. Malla Olsen á Toftum, sum leygardagin fylti 103 ár, 101 ára gamli Alfred Haraldsen úr Elduvík og 100 ára gamli Hans Jacob Jacobsen í Skálafirði hava nógv at siga frá í sendingini. Malla er nú elsta fólk í Føroyum. Hon er ættað frá Gjógv og greiðir í sendingini frá støðuni, tá mamman doyði frá fimm smáum børnum og pápin var til skips. Hann giftist uppaftur og samanlagt blivu tey 18 systkin. Alfred Haraldsen úr Elduvík misti pápan sum trý ára gamal og tá hann var 15 ella 16 ár, doyði mamman. Í sendingin sigur Alfred millum annað frá, tá ein mina brast og gjørdi stóran skaða á barnaheimið. Hans Jacob Jacobsen í Skálafirði var lítil á vøkstri tá hann fór til skips, og tí noyddist hann at smíða sær ein kassa at standa á fyri at røkka upp til vaðbeinið. Hann keypti sær ein lastbil og koyrdi fyrstu tíðina uttan nummarplátu og uttan koyrikort. Dýrari vínið er at keypa inn, meira kemur oman á prísin í Føroyum. Hesin príspolitikkurin ger, at vit venja fólk við at drekka vánaligt vín í Føroyum, heldur Leif Sørensen. Umleið 75.000 seyðir eru í Føroyum. Neytini, rossini, hønurnar, dunnurnar og gæsnar kunnu somuleiðis teljast í túsundatali. Men hvørji onnur djór eru her og hvørji djór kunnu vit innflyta Tað hava tey kannað í mánakvøldsreportasjuni í Degi og Viku. Hvat var tað fyri ein avtala, ið Poul Michelsen, landsstýrismaður, gjørdi við Ísland og Grønland. Tað vil Edmund Joensen, løgtingsmaður, hava at vita frá løgmanni. Avtalan, ið Edmund Joensen sipar til, er sokallaði Útnorðursáttmálin, ið Grønland, Ísland og Føroyar skrivaðu undir 31 august í fjør, sum skal samskipa samstarvið millum londini og felags áhugamálini hjá pørtunum. Í grein 52 fyrispurningi, spyr tingmaðurin, um talan var um formliga avtalu við Ísland og Grønland, ella um talan um, at landsstýrismaðurin hevði undirskrivað eina politiska yvirlýsing. Avtalan elvdi til ósemju millum Danmar og Føroyar. Danmark var ikki kunnað um avtaluna, og Føroyar skrivaðu undir avtaluna uttan at kongeriget for s vidt ang r Færøerne hevði tann leiklut løgfrøðiliga og í verki, sum danska Uttanríkisráðið krevur. Tí komu boð úr Danmark um, at avtalan kundi ikki góðtakast, og at Danmark fór at ógilda hana, um Føroyar ikki rættaðu avtaluna, so hon í formi og innihaldi helt treytirnar í uttanríkispolitisku heimildarlógini, soleiðis sum Danmark tulkar hana. Boðini úr Danmark høvdu við sær, at Poul Michelsen, landstýrismaður, ikki fór niður til Danmarkar í desember í fjør, har stór ráðstevna var í Keypmannahavn, ein ráðstevna, har hann var ein av vertunum. Tí spyr Edmund Joensen eisini løgmann, um ein landsstýrismaður kann mótmæla og nokta fyri at møta á fundi, har landsins áhugamáleru til viðgerðar og framvegis metast at umsita á fullgóðan hátt. Stendur til tað danska javnaðarflokkin, skal tað ikki longur bera til hjá flóttafólkum at biðja um friðskjól við markið ella á eini flóttafólkamiðstøð í Danmark. Í staðin skulu øll, sum biðja um friðskjól, sendast til eina móttøkumistøð, sum Danmark skal reka í einum triðjalandi, til dømis í Norðurafrika. Støðan er tann, at fleiri flóttafólk eru komin til Evropa, enn vit megna at taka ímóti. Men afturfyri hjálpa vit ikki heimsins flóttafólkum á staðnum, sigur Mette Frederiksen, forkvinna í danska javnaðarflokkinum. Hinvegin er flokkurin til reiðar at taka ímóti kvotuflóttafólkum frá ST, og talið kann vera størri enn 500, sum Danmark higartil hevur tikið ímóti, sigur Mette Frederiksen. Flóttafólkaskipanin riggar ikki. Nógv doyggja, tá tey royna at sleppa um Miðjarðarhavið, og vit hjálpa bara einum lítlum parti í Evropa, sigur forkvinnan í javnaðarflokkinum. Í morgun fór morgunsendingin ein túr við leið 3 hjá bussleiðini í Havn. Jóannes Johannesen, sum hevur koyrt buss í Havn í 30 ár, var við bussinum, hesaferð tó sum ferðafólk. Ingmar Berg Mikkelsen vísir á nakrar munir, sum vit kunnu leggja okkum í geyma fyri at gera tað lættari at samskifta við íslendingar. Búnaðargrunnurin er orsøkin til, at reglurnar um upplýsingar um grannskoðan, sum verða latnar løgtingsgrannskoðarunum, kanska verða broyttar. Sambært skjølum, sum Fíggjarnevndin hjá løgtinginum hevur fingið, er Landsgrannskoðanin misnøgd við kunningina um roknskapin hjá Búnaðargrunninum fyri 2016. Tað vanliga er, at Landsgrannskoðanin og løgtingsgrannskoðararnir fáa protokollina, tað er allar upplýsingar, frá privata grannskoðaranum. Hana fingu løgtingsgrannskoðararnir ikki í fjør. Teir fingu í staðin fyri eina frágreiðing um grannskoðanina hjá Búnaðargrunninum. Men hon er so stutt og hevur so fáar upplýsingar, at ikki ber til at meta um grannskoðanina, ella fáa eina heildarmynd av Búnaðargrunninum, og hvussu hann verður rikin. Talan er um fleiri brot á grannskoðanarlógina, sum hava týdning fyri eftirlitið bæði hjá løgtingsgrannskoðarunum og hjá landsstýrismanninum, skrivar landsgrannskoðarin, Beinta Dam, í einum uppriti. Spekt, sum er grannskoðari hjá Búnaðarstovnuni, svarar, at Spekt á ongan hátt ætlar at halda aftur upplýsingum og viðmerkingum, sum tey eru vorðin varug við, tá tey hava grannskoðað Búnaðargrunnin. Spekt sigur, at stýrið hjá Búnaðargrunninum segði, at bara tað skal hava grannskoðanarprotokollina, tí hon er eitt innanhýsis skjal, sum bara er ætlað stýrinum. Spekt eftirlýsir eisini nærri reglum um uppseting og innihald í frágreiðingum um grannskoðan, sum verður send løgtingsgrannskoðarunum. Um Kristian Joensen skal gita ein vinnara, so er tað luttakarin Rasmussen, men sangirnir Starlight, Angels to My Battlefield og Standing up for love hjá føroysku Carlsens, eru eisini millum teir bestu. Hesa ferð finst Kommunufelagið at Mentamálaráðnum fyri at senda lógarbroyting um frískúlar til hoyringar við einari freist, sum er níggju dagar. Avleiðingin er, at lógaruppskotið ikki fær ta demokratisku viðgerð og umhugsni, sum øll lógaruppskot eiga at fáa, sigur Kommunufelagið. Politiska skipanin virðir ikki sítt egna arbeiði so mikið, at tað kann fáa neyðugu tíðina til ummæli og umhugsni, sigur Kommunufelagið. Og innlitslógin og reglurnar um partsinnlit í fyrisitingarlógini eiga heldur ikki at vera galdandi fyri privatar sjálvsognarstovnar, sigur Mentamálaráðið. Felagið vísir á, at danski umboðsmaðurin oftari enn eina ferð hevur staðfest, at danska lógin ikki tryggjar rættindi hjá børnum í donskum frískúlum. Hetta eigur løgtingið at hava í huga, tá føroyska lógin verður broytt, ikki minst, tí fyrisitingarlógin skal setast úr gildi fyri frískúlar, sigur Kommunufelagið. Miðflokkurin eigur uppskotið, og teir ynskja, at innføra við lóg, at borgarstjórar kunnu røkja bæði borgarstjórastarvið og løgtingsstarvið samstundis, og harafturat, at tað ikki skal vera ein meiriluti í Kommunustýrinum, sum skal avgera tað. Bill Justinussen sigur, at tað er ikki rættvíst fyri fólkaræði, at ein politikkari verður valdur í Løgtingið, hóast hann er borgarstjóri, men Kommunustýrið so ger av, at hann hon ikki kann røkja bæði størvini samstundis. Bill Justinussen heldur tað vera relevant at leggja uppskotið fyri Løgtingið júst nú, tí ein vandi er fyri, at Kristin Michelsen kann missa løgtingsessin hjá sær. Bill Justinussen viðgongur, at tað kann vera trupult at røkja bæði størvini í senn, og at áhugamál kunnu koma í klemmu, men allir politikkarar hava áhugamál, sum kunnu koma í klemmu, um teir eru borgarstjórar ella ei, sigur hann. Vit hava sæð við til dømis Kristini Michelsen og Heðini Mortensen, at teir hava lagt trýst á Javnaðarflokkin í Løgtinginum, tá tað ikki hevur gingið sum ætlað í Býraðnum. Men Bill Justinussen heldur, at veljarin skal sleppa at gera av, um ein kann røkja bæði størvini samstundis. Nevningatingið í Føroya rætti um hendingina 6.mai í fjør, tá ein ungur maður varð álopin við millum annað øks á vegamótinum Íslandsvegur Landavegur í Havn, er útsett. Fimm fólk hava søkt starvið sum stjóri í nýggja Undirvísingarstýrinnum, og 20 umsóknir eru komnar inn til leiðarastarvið á Studna. Tað upplýsur Mentamálaráðið. Undirvísingarstýrið er nýtt, og skal umsita fólkaskúlan, til dømis fíggjarstýringina og tímajáttan til skúlarnar. Hetta liggur annars hjá Mentamálaráðnum nú. Høvuðsuppgávan hjá stjóranum í Undirvísingarstýrinum verður at hava ábyrgdina av fyrisitingarligum rakstraruppgávum innan undirvísingarøkið herundir yvirskipaðu fíggjarligu stýringina og eftirlitið. Talan er um 80 skúlar og stovnar við eini játtan á umleið 900 milliónir krónur, harav meiri enn helvtin beinleiðis verður stýrt fíggjarliga úr Undirvísingarstýrinum, sæst í starvslýsingini til stjórastarvið. Tað er keðiligt at danskar og enskar vendingar verða brúktar í málinum, heldur enn vanligu føroysku vendingarnar, heldur Elin Henriksen. TG verk, sum var høvuðsarbeiðstakari, boðaði frá í oktober í 2015, at felagið steðgaði arbeiðinum, um Landsverk ikki rindaði 15 milliónir krónur fyri arbeiði, sum felagið segði var eyka arbeiði. Landsverk hevur fingið eykajáttan, so Landverk kundi leggja út 30 milliónir krónur í fjør og 56,6 milliónir í ár, so arbeiðið við Glasi ikki steðgaði. Hon hevur verið stjóri í Aller í mong ár. Eisini kenna vit hana frá sjónvarpsrøðum sum Pernilles Univers Q og hevur eisini skrivað fleiri bøkur. Men alt ruggaði ikki rætt. Hon kendi eina størri og størri líkasølu. Hon hálsaði um og og segði stjórastarvið frá sær, seldi hús og heim og byrjaði eitt øðrvísi lív við øðrum virðum og meiri tíð. Fjálturin á partabrævamarknaðunum í USA og Asia í seinastuni hevur breitt seg til Europa, og á danska marknaðinum vóru týdningarmiklu partabrøvini hjá millum annað Novo Nordisk og AP Møller reyð, tá marknaðurin lat upp í morgun. Tað sama á Olso Børs. Og partabrævakursirnir hjá millum annað Bakkafrosti og Bank Nordik eru eisini reyðir í dag. Negativa gongdin byrjaði fríggjadagin í USA, har tøl vístu, at lønirnar vaksa meira, enn marknaðurin bríggjar seg um. Grundin er, at hetta bendir á, at amerikanski miðbankin fer at hækka rentuna, og tað er ikki gott fyri tey, sum seta pengar í partabrøv. Taka vit Danmark, so eru 25 tey mest týðandi donsku partabrøvini fallin við meira enn átta prosentum síðani november, men sambært Jacob Ussing, sum er vinnulívskorrespondentur hjá Danmarks Radio, so eiga fólk at sissa seg. Vit hava havt átta ár við stórum kursvøkstri, so tað er kanska ikki so løgið, at tað gongur eitt sindur hinvegin, sigur hann við DR. Kursirnir rapaðu heilt nógv á Wall Street í gjár, og sambært Bloomberg News er tað tekin um, at tað var sokallaður automatiskur robott handil, sum elvdi til fallið. Eingin sum helst grund er til so stórt fall, sigur Henrik Drusebjerg við Børsen. Hann er leiðandi strategur í Carnegie Investment Bank. Eg haldi, at dramatikkurin, sum vit sóu í gjár, kom av sera stuttskygdum handils strategium, sum er sereyðkenni fyri sonevndan robott handil. Talan er um algoritmur, sum automatiskt fara at selja, tá forskjótingar henda á marknaðinum, sigur hann við Børsen. Íleggjarar stúra fyri, at hægri renta ger partabrøvini minni freistandi, og tí verða pengarnir í størri mun settir í lánsbrøv, sum eru tað sama sum obligatiónir, tí har vænta íleggjarar sær størri vinning, skrivar Børsen. Páll Oddur Rubeksen, leiðari í íløgudeildini á Bank Nordik, vitjaði útvarpsstovuna á middegi fyri at greiða nærri frá støðuni á amerikanska marknaðinum. Hann sigur, at tað er ein álvarslig støða, tá partabrøvini fella við fimm prosentum uppá ein dag, men at búskapurin framvegis er sunnir. Tað sum man sær nú, er at ein stórur partur av pengunum, sum er í partabrøvum beint nú, flýggjar frá partabrøvum yvir í lánsbrøv. Og tað, sum man so sær, er, at búskapurin er sunnir og fyritøkurnar eru sunnar, so har er einki galið, sigur hann. Partabrævamarknaðurin er øgiliga samansettur, og tá ein ótti er í USA, ávirkar hetta sostatt eisini okkum, sigur Páll Oddur Rubeksen. Men fólk, ið ikki hava keypt partabrøv, men kanska sita við einum húsaláni, noyðast ikki at stúra. Situr tú eitt nú við einum húsaláni, hevur hetta onga ávirkan í løtuni sigur hann. Hetta er tí, at evropeiski búskapurin er nøkur ár aftanfyri tann amerikanska. Vit kunnu vænta, at so skjótt evropeiski meginbankin fer at seta rentuna og gevast við obligatiónskeypinum, sum teir gera nú, tá kunnu vit rokna við, at rentan so spakuliga fer at koyrast upp. Tá kunnu hesi fólkini við húsaláni byrja at umhugsa at læsa rentuna, sigur hann og leggur afturat, at hetta tó ikki er støðan í løtuni. Vit eru nú komin til tann partin av Eik rættarmálinum, tá Fíggjarligt Støðufesti gjøgnumgongur fimm ítøkilig útlán, sum tey meta høvdu avgerandi týdning fyri, at Eik fór út av eggini. Og dagurin í dag er helst ein av teimum litríkaru í rættarmálinum. Í dag verður viðgjørt, hvussu tað bar til, at Eik banki sambært Fíggjarligum Støðufesti misti 158 milliónir krónur uppá stóru verkætlanina Sydporten. Málið gerst serliga litríkt ikki bara tí talan er størsta einstaka kundan hjá Eik men eisini tí talan er um ein heilt serligan kunda. Maðurin, sum stóð fyri verkætlanini at byggja ein stóran skrivstovubygning á Islands Brygge, var Vagn Andersen. Hann var verfaðir Claus Riskjaaer Petersen, sum eisini var kendur í donsku vikubløðunum, og so var Vagn Andersen eisini kendur sum hassjlæknin , tí hann umframt at vera lækni var dømdur hálvt fimta ára fongsulsrevsing fyri at hava smuglað 102 kilo av hasj. Men hóast hesa ivasomu fortíðina játtaði Eik Banki honum risastór lán til at byggja ein skrivstovubygning, sum skuldi vera 40.000 fermetrar á Islands Brygge. Í rættinum í dag legði Fíggjarligt Støðufesti serliga dent á, at Eik banki í Føroyum onga veruliga kredittviðgerð gjørdi av málinum. Føroyski Eik lánti pengar til verkætlanina, tí danski Eik Banki gjørdi tað. Tað varð eitt nú víst á, at í Eik nevndini í Føroyum varð spurt eftir, hvør var kundaráðgevi í málinum. Men í veruleikanum var ongin verulig kundaviðgerð í Føroyum. Einasta dagfesting, sum var at finna í føroysku skjølunum, var dagfestingin, tá lánið var játtað. Fíggjarligt Støðufesti vísti eisini á, at Eik Banki vildi átaka sær serliga stóran vága, tí bankin vónaði at fáa ein vinning eina sokallaða upside við virðinum 180 milliónir krónur, tá feløg byrjaði at keypa ella leiga seg inn í bygningin. Eik hevði tí bert triðja veðrætt í stóru verkætlanina. Hóast ongir leigarar vóru klárir at flyta inn í bygningin, var Eik sinnaður at taka hendan vága á seg eitt nú tí bankin umrøddi, at um ongin annar vildi í bygningin, kundi Eik Bank Danmark húsast í honum. Eik Banki í Føroyum misti 158 milliónir krónur, umframt at danski Eik Banki misti eins nógvar pengar sambært Fíggjarligum Støðufesti uppá verkætlanina. Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, sigur, at ítøkiliga uppgávan hjá kommununi er eitt sindur samansett, tí kommunan kann veita grundstykkir, men tað er torførari at átaka sær upgávuna sum byggiharri og útleigari. Tí leggur kommunan upp til eitt samstarv við vinnuna. Vit fara í gongd við nøkur útboð, har vit bjóða nøkur lendi í kommununi út á uppboðssølu, har vit leggja upp til, at man finnur saman í samstørvum vinnan, tryggingarfeløg, men eisini kommunan, soleiðis at tað verður eitt OPP samstarv, sigur hon. Í stuttum kann sigast, at tað almenna bíleggur eina uppgávu, sum tað privata fíggjar og stendur fyri. Síðani rindar tað almenna íløguna aftur yvir eitt longri tíðarskeið. Tað merkir, at tann privati aktørurin átekur sær váðan, men fær eisini inntøkurnar, um íløgan spælir væl av. Hetta er eitt nógv brúkt amboð aðra staðni, men er ikki vælkent her heima. Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, segði í fjør, at kommunur áttu at fingið loyvi at bygt bústaðir og leiga út, tí hetta var ein skjótur máti at loysa bústaðartrupulleikan. Hetta er tó ikki eitt sjónarmið, sum Annika Olsen tekur undir við. Eg hald ikki, at tað er rætt, at kommunan fer inn og verður ein stórur byggimastodontur í beinleiðis kapping við vinnuna, sigur borgarstjóran í Tórshavnar Kommunu og leggur afturat, at tað kommunan fegin vil vera ein samstarvspartnari, ið leggur lunnar undir, at bústaðir verða bygdir. Næsta stigið í verkætlanin er at halda tríggjar borgarafundir í Havn, so borgararnir kunnu fáa innlit í nýggja bústaðarpakkan og gera viðmerkingar til ætlaninar. Annika Olsen sigur, at tað er einki at bíða við, tí nóg langt er útliðið at gera nakað við ítøkiliga trupulleikan. Tað sigur Marjus Dam, formaður í Kommunulæknafelagnum, sum hevur gjørt av at siga sáttmálan við Heilsutrygd og Heilsumálaráðið upp, fyri at fáa gongd á samráðingarnar. Tað eru viðgerðir sum ikki verða gjørdar hjá kommunulæknunum, tí sáttmálin ikki er endurskoðaður. Marjus Dam óttast at tað gongur útyvir áhugan hjá yngri læknum at søkja starv sum kommunulækni. Bjørt Samuelsen í Tjóðveldi fer í morgin at spyrja Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í umhvørvismálum, um tað er loyvt kommunum ella kommunalari havn at dálka sjógv og strendur við plastleiðingum, sum til dømis í sambandi við útbyggingina av Tórshavnar havn. Bjørt Samuelsen sigur, at útbyggingin av Tórshavnar havn hevur havt stóra dálking við sær við plastleiðingum, sum skola upp á land. Hóast víst hevur verið á málið fleiri ferðir, síggjast plastleiðingar rekast allastaðni. Bjørt Samuelsen vil eisini hava at vita, hvat landsmyndugleikin ger, har kommunurnar sjónliga dálka umhvørvið og ikki halda skylduna um at byrgja fyri dálking. Hans Holm, landafrøðingur, sigur okkum um søguna hjá New Zealandi, vit tosa við Símun Svend Askham, ið hevur búð í New Zealandi síðani 1964, har hann eitt nú hevur rikið tríggjar handlar við slaktaravørum. Eisini hitta vit Janhild Olsen, sum er ættað úr Klaksvík, og sum hevur búð í New Zealandi síðani 1990. Høgni og Maibritt Mohr fluttu eitt skifti saman við børnunum til New Zealand. Vit skifta orð við Maibritt og Høgna um ferðina og hvønn týdning ein tílík ferð kann fáa. Angus búffarnir smakka sera sera væl, og ein, sum setur stóran prís uppá júst hetta kjøtið eins og new zealendska samfelagið, er slaktarin í Miklagarði, Jørgen Jørgensen. Vit ringdu til Jørgen, meðan hann var staddur í New Zealandi. Tú kanst hoyra sendingina her Í innslagnum Matstovur vilja sjálvar keypa vín , sigur Karin Visth, at tað er ov dýrt og strævið at keypa vín gjøgnum Rúsdrekkasølu Landsins. Fíggjarligt Støðufesti hevur gjøgnumgingið fimm ítøkilig útlán, sum tey meta høvdu avgerandi týdning fyri, at Eik fór út av eggini. Longri samrøður við Alfred Haraldsen og Hans Jacob Jacobsen kunnu hoyrast í sendingini Við Tórði á túri . Í sendingini verður eisini tosað við elsta fólk í landinum, 103 ára gomlu Mallu Olsen á Toftum. Lívsmyndir sending sum lýsir føroyskar barnasangir, settar í tónleik, orð og myndir, fyri bæði vaksin og børn. Sendingin lýsir barn og ungdóm, sum hann vísir seg í føroyskum sangum. Myndir Svørt hvít mynd Páll Danielsen lesur monolog. Sangarar Petra Iversen, Bergild Poulsen. Tónleikarar Ólavur Øster, Kristian Blak, Nikolaus Kapnas, Kanny Samleben, Daniel Rye, Edvard N. Debess. Lagt til rættis J. Herluf Sørensen og Edvard Nyholm Debess. Skrivað monolog Gunnar Hoydal. Tað sigur Brian Mikkelsen, vinnumálaráðharri, í svari til Sjúrð Skaale, fólkatingsmann, sum spurdi, hví tað ikki ber til at brúka føroyskar pengaseðlar í Danmark. Líka lítið sum føroyskir seðlar eru lógligur gjaldmiðil í Danmark, eru danskir seðlar lógligur gjaldmiðil í Føroyum, sigur Brian Mikkelsen. Ráðharrin sigur, at tað fer at kosta vinnurekandi og brúkarum, um føroyskir seðlar við lóg skulu gerast lógligur gjaldmiðil í Danmark. Í apríl verður farið undir at flyta útgerð inn í sættu hæddina, sum er ovasta hæddin. Og so líðandi verður útgerð eisini flutt inn í hinar hæddirnar í bygninginum, so klárt verður í august, sigur hann. Byggingin gongur sambært Ewaldi Kjølbro eftir ætlan, og avtalan er, at 6. apríl verður byrjað at flyta útgerð inn á ovastu hæddina. Løgtingið játtaði í oktober í fjør 113,5 milliónir krónur afturat til Glasir, sum hevði við sær, at samlaði kostnaðurin kom upp í 636,5 milliónir krónur. 87 milliónir skulu brúkast at leggja út, til gerðarrætturin hevur tikið støðu til krøvini frá Landsverki móti byggifelagnum TG Verki og tryggingarfelagnum AXA. So endaligi byggikostnaðurin verður ikki greiður, fyrr enn gerðarættarmálið er avgreitt. Í minsta lagi fýra fólk hava latið lív, og 219 eru løstað. 145 fólk eru ikki komin afturíaftur, upplýsa myndugleikarnir fyri tíðindastovuni, AP. Løgtingið skal taka støðu til, um Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, skal svara einum skrivligum fyrispurningi frá Bill Justinussen um lønarútgjaldingar hjá kommunum til limir í pedagogfelagnum undir verkfallinum. Tingið fer at viðgera eitt uppskot frá Miðflokkinum um at broyta kommunustýrislógina soleiðis, at borgarstjórar eisini kunnu sita í løgtinginum samstundis. Sambært uppskotinum skal tað ikki vera ein meiriluti í einum kommunustýri, sum skal gera av, um ein borgarstjóri í fullum starvi kann røkja annað fólkavalt starv. Miðflokkurin eigur eisini uppskotið til samtyktar um royndarskipan við medisinskum cannabis. Tað málið verður beint í trivnaðarnevndina. Munnligir fyrispurningar frá løgtingsfólkum til landsstýrisfólkini eru eisini á skránni fyri tingfundin í dag, sum byrjar klokkan 11. Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, fer í dag at svara einum munnligum fyrispurningi frá Sonju Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinnu, um fyritíðarpensjónir. Hon spyr, nær fyritíðarpensjónistar fáa tær 1.000 krónurnar meira um mánaðin, sum teimum varð lovað fyri jól, og sum landsstýriskvinnan upplýsti fyri tinginum. Sonja Jógvansdóttir spyr eisini, hví ongar koyringar eru gjørdar av møguligum avleiðinum í sambandi við lógarbroytingina, og hví einki samskifti er millum aðalráð og stovnar um avleiðingar, tá lógarbroytingar verða gjørdar. Sonja Jógvansdóttir sigur, at tá fyritíðarpensjónirnar vórðu goldnar í januar, var ógvuliga misjavnt, hvat fólk fingu útgoldið. Nógv hava bara fingið ein brotpart av hækkingini í fyritíðarpensjónini, sum teimum varð lovað, sigur Sobja Jógvansdóttir. Wikileaks stovnarin hevur biðið dómstólin í London um at sleppa kravinum um, at hann skal handtakast, so hann kann fara av sendistovuni í Ekvador í bretska høvuðsstaðnum, har Assange hevur hildið til í meira enn fimm ár. Myndugleikarnir í Ekvador góvu honum friðskjól og ríkisborgararætt. Men av tí at bretar hava givið boð um, at Assange skal handtakast, kundi hann ikki fara av sendistovuni í London og víðari til Ekvador. Framtak er ein felagsskapur fyri rættinum at velja kannabis, sum er stovnaður fyri at stuðla uppskotinum hjá Jenisi av Rana, um at lata føroyingar luttaka í donsku royndarskipanini við medisinskum kannabisi. Framtak ætlar eisini at savna undirskriftir inn og gera ein uppstillingarlista til næsta Løgtingsval, sum skal arbeiða fyri rættinum at velja kannabis. Hallur Djurhuus og Katja Simonsen, sum eru tveir av stigtakarunum til Framtak, vitjaðu morgunsendingina. Katja Simonsen livir eisini við eini kroniskari sjúku, sum hevur nógva pínu við sær, og hon kundi sjálv hugsað sær at nýtt kannabis sum heilivág. Hon hevur royndir við tí uttanlands, og tær royndirnar eru sera góðar. Atkvøðugreiðslan er ikki bindandi, men heldur ein roynd at fáa ES nevndina at koma við einum uppskoti um at taka summartíðina av, so tað slepst undan at flyta klokkuna tvær ferðir um árið. 70.000 undirskriftir vórðu savnaðar í heyst, men hóast stórur meiriluti var í ríkisdegnum fyri málinum, bar tað ikki til, tí Finnland sum ES limur er bundið av fyriskipanini um summartíð. Á tíðindafundi eftir fundin við Lavrov í Moskva í gjár, segði Anders Samuelsen, at Russland hevur stóra ábyrgd av at loysa kreppuna í eystara parti av Ukraina. Hóast vit eru eitt lítið land, hevur tað týdning, at vit gera vart við, at altjóða lógir verða hildnar, segði Anders Samuelsen, uttanríkisráðharri, við danskar miðlar eftir fundin við russiska uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, í Moskva í gjár. Jóhanna Magnusardóttir kannaði, hvaðani sangurin kom, og tað vísti seg, at hann var á stroymingtænastu, sum verður brúkt har um leiðir. Bøkurnar eru Billedhuggerens datter, hjá Tove Jansson, Good Omens, hjá Neil Gaiman og Terry Pratchett og Døden er en ensom sag, hjá Ray Bradbury. Holiday var í uppskoti til fleiri virðislønir. Hann vann onga, men fekk kortini rættiliga nógva og góða umrøðu, sigur føroyingurin. Ein slík ætlan kostar rættiliga nógv, sigur Pætur Egholm Jacobsen, sum er ein av stigtakarunum. Ætlanin verður fíggjað av limum í áhugafelagnum og stuðlum og ætlanin er so at hava stovnandi aðalfund 13. februar og fundurin verður hildin vesturi á flogvøllinum. Starvsmannafelagið hevur aðalfund fyrst í mars, og tá fer formaðurin í frágreiðing síni at skjóta upp, at feløgini skipa okkurt slag av samtaki. Súni Selfoss skrivar í Starvsblaðnum, at orrusturnar, sum hava verið á almenna arbeiðsmarknaðinum seinastu tíðina, vísa týðiliga, at skulu feløgini standa arbeiðsgevarunum kurl, má eitt yrkismeginfelag ella líknandi samtak setast á stovn sum skjótast. Kanska eitt felag, ið fer tvørtur um almenna og privata geiran. Tað er øgiliga lætt nú at seta feløgini upp ímóti hvørjum øðrum, sigur hann og leggur afturat, at hvørja ferð, felagið fer til samráðingar, verður dentur lagdur á, hvat hini feløgini so skulu hava í mun til, hvat Starvsmannafelagið samráðist um. Súni Selfoss vísir aftur, at hann kemur við uppskotinum um, at fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum skulu krevja felags lønarkarm nú, tí Starvsmannafelagið kanska ikki hevur fingið so góðan sáttmála við Fíggjarmálaráðið sum onnur feløg, ið hava samráðst aftaná. Formaðurin í Starvsmannafelagnum sigur, at hann ætlar at taka stig til at kalla feløgini saman at viðgera spurningin um ein felags lønarkarm. Í gjár stroymdi Sonja Jógvansdóttir, løgtingskvinna, beinleiðis á Facebook. Fólk kundu seta spurningar, gera viðmerkingar og annað ta løtuna, hon stroymdi. Evnið var pensjónir. Hetta er ógvuliga vanligt hjá kendum fólkum, politikkarum, aktivistum og so framvegis. at gera uttanlands, men vit hava ikki sæð nógv av hesum í Føroyum. Niels Uni Dam, sum eigur Nudlavirkið og hevur fingist við samskifti í nógv ár, sigur, at hetta fer at merkja framtíðina. Hann ivast ikki í, at politikkarar og onnur fara at nýta henda møguleikan oftari og oftari, tí hetta letur upp fyri interaktión við veljarar og fólk á Facebook. Tá man samskiftir á henda hátt, so kunnu veljararnir vera um alt landið, og politikkarin fær feedback beinanvegin. Hetta krevur heldur ikki eins nógv og onnur forum, tí tað er góðtikið, at upptøkan er eitt sindur óprofessionell, sigur Niels Uni Dam. Niels Uni Dam vísir eisini á, at Facebook er broytt, soleiðis at síðir noyðast at framleiða meira engagerandi tilfar framyvir. Interaktiónir á sosialum miðlum vísa seg at vera góðar fyri fólk, meðan passiv hyggjan at sjónbondum ella lestur av greinum, ikki hava somu jaligu ávirkan. Tí verður tilfarið, ið vit síggja í okkara floymi framyvir, tilfar, sum skapar interaktión, kjaks, gleði og so framvegis. At stroyma og aktivera fylgjarar er dømi um slíkt engagerandi tilfar. Danska skaðanevndin hevur kannað vanlukkua, tá glastrevjabáturin Mars og farmaskipið Mykines stoyttu saman í Skopunarfirði um náttina 31. august í fjør. Ungdómstingið, sum skuldi verið hesa vikuna, er útsett. Hetta tí at bara tríggir av teimum 16 skúlunum í landinum, sum hava framhaldsdeild, teknaðu seg til ungdómstingið. Útvarpið hevur tosað við fleiri av skúlunum, og hjá teimum tykist støðan vera, at næmingar í 9. flokkunum hava úr at gera. Teir skulu bæði í starvsvenjing og til próvtøku, og tí er ikki nógv tíð til annað. Seinast í september í fjør fingu skúlarnir boð um at tekna seg til ungdómstingið, og seint í november fingu teir áminning um ungdómstingið. Ein av skúlunum, sum meldaði til, var Hoyvíkar skúli, og har harmast tey um, at ungdómstingið varð útsett, sigur Hans Jón Thomsen, skúlastjóri. Næmingarnar hava í undirvísingini arbeitt við uppskotum at leggja fyri tingið, sigur skúlastjórin í Hoyvíkar Skúla, sum harmast um, at undirtøkan er so lítil. Okkara praktikantur úr 9. flokki í Klaksvík vitjaði Hoyvíkar Skúla í dag, og har hitti hon Jónas Lindenskov Schiller og Levi Høgnason Hammer, sum hava brúkt nógva orku uppá at fyrireika lógaruppskot til ungdómstingið. Fámjinstunnilin skal gerast beint eftir Hvalbiartunnilin. Tá feløg fara at bjóða uppá arbeiðið at gera Hvalbiartunnilin, skulu tey eisini bjóða uppá Fámjinstunnilin. Tað ætlar Henrik Old, landssstýrismaður. Kostnaðurin fyri Fámjinstunnilin verður umleið 60 milliónir krónur, væntar landsstýrismaðurin. Tað kom fram, tá munnligir fyrispurningar vóru í tinginum í dag. Øll, sum hava luttikið á arbeiðsmarknaðinum, hava havt ein leiðara. Leiðsla í dag er ikki bara at taka avgerðir. Leiðsla hevur ment seg til eina námsgrein og vísindini hava eisini fingið dúgligan áhuga fyri leiðsluhugtakinum. Semja tykist vera um, at leiðsla hevur nógv fleiri dimensjónir enn bara tað at vera skiparin á brúnni. Ein skjót google leiting bendir á, at nútímans starvsfólkið vil hava ein leiðara, sum millum annað hevur eina greiða visjón, hann skal duga at motivera starvsfólk, hann skal eisini tæna sínum starvsfólki og vísa samkenslu undir ávísum umstøðum. Leiðarin í dag skal eisini vera kreativur, nágreiniligur og leiðbeinandi. Hann skal duga at samansjóva ymiska vitan og ymiskar fatanir hann skal eisini hava dirvi og áhaldandi kanna, hvussu viðurskiftini í organisasjónini kunnu betrast, og mangt, mangt annað. Men arbeiðsfjøldin, eisini í Føroyum, er merkt av vaksandi strongd, og hetta er ein av størstu avbjóðingunum hjá leiðarum í dag. Í sendingini tosa vit við Ásu Andreasen, eigara í Synergi, sum skipar fyri Leiðaradegnum, og Eyðun Mørkøre, stjóra í TAKS, sum sat í dómsnevndini, sum valdi ársins leiðara. Eisini tosa vit við Gest Hovgaard, leiðara fyri Institut for Samfund, Økonomi og Journalistik á Universitetinum í Grønlandi, um avbjóðingar innan almenna leiðslu. Gunnleivur Dalsgarð, fyrrverandi formaður í Starvsmannafelagnum, og Helgi Rasmussen, sálarfrøðingur, umrøða góða og serliga ringa leiðslu í útvarpsstovuni síðst í sendingini. Partafelagið Norðoyatunnilin skal byggja og reka nýggju tunlarnar Norður um Fjall, og bummgjaldið skal nýtast at fíggja lánið, sum verður tikið til fíggja tunnilsgerðina. Tingfólk í andstøðuni hava lagt uppskot fyri tingið um, at partafelagið Norðoyatunnilin skal fáa heimild at fyrireika og forprojektera vega og tunnilsgerð millum Klaksvík og Árnafjørð og millum Árnafjørð og Norðtoftir. Sambært langtíðar løguætlanini hjá landinum verður ikki farið undir nýggjar tunlar Norður um Fjall fyrr enn um fýra ár, men uppskotsstillararnir halda ikki, at tað er ráðiligt at bíða so leingi við verkætlanini. Verður fíggingin av tunlunum lutvíst knýtt at Norðoyatunlinum, kann almenna játtanin fevna um fleiri ár, og nýtist ikki at spreingja fíggjarkarmin. Tá tunlarnir Norður um Fjall er forprojekteraðir, er ætlanin at koma við einum endaligum uppskoti um at broyta verklagslógina fyri partafelagið Norðoyatunnilin, soleiðis at tunnilsfelagið fær heimild at byggja tunlarnar og vegirnar, sum hoyra til. Uppskotsstillarnir ætla, at partapeningurin í felagnum verður hækkaður, at Norðoyatunnilin tekur byggilán, og at verandi tunnilsgjald heldur fram at fíggja lánið til tunlarnar Norður um Fjall, og at reka teir. Meðalkostnaðurin at koyra í Norðoyatunlinum er í løtuni 34 krónur, og roknað verður við, at ferðslan fer at vaksa trý prosent um árið. Tey, sum hava lagt uppskotið fram, eru Jákup Mikkelsen, Joen Magnus Rasmussen, Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir í Fólkaflokkinum, Bill Justinussen og Jenis av Rana í Miðflokkinum, og Bárður Nielsen, Magnus Rasmussen og Helgi Abrahamsen í Sambandsflokkinum. Uppskotið um, at partafelagið Norðoyatunnilin skal byggja og reka nýggju tunlarnar Norður um Fjall kemur til fyrstu viðgerð í tinginum mikudagin 14. februar. Leygarkvøldið fer danska Melodi Grand Prixið av bakkastokki. 10 sangarar trína á pall hetta kvøldið at kappast um luttøka í altjóða sang kappingini Eurovision. Danmarks Radio hevur rættindi at senda tiltakið, og tað hevur ikki altíð eydnast Kringvarpinum at fáa rættindini uppá pláss til tíðina. Tað hevur verið øktur áhugi fyri tiltakinum í ár vegna føroysku luttøkuna. Tískil hevur eisini verið arbeitt miðvíst við at fáa rættindini í rætt lag, sigur Barbara Samulsen, leiðari á mentanardeildini í Kringvarpinum. Tær tríggjar, Vanja Carlsen, Laila Carlsen og Barbara Chaparro, skulu framføra lagið Standing up for Love , ið longu hevur fingið nógv rós frá tónleikaraummælarum. Góðan Morgun Føroyar tosaði fyri stuttum við Kristian Joensen, sum hevur fylgt væl við í Melodi Grand Prix tey seinastu árini. Hann metir støði vera øgiliga høgt í ár, og heldur hann lagið hjá føroysku systrunum verða millum bestu sangirnar í ár. Náttina til 31. august var glastrevjabátinum Mars áveg heim til Gomlurætt, eftir at hava sett kalvalínu vestanfyri Trøllhøvda á Sandoynni. Umborð á Mars vóru tveir mans. Báðir sótu í stýrihúsinum, tá teir varnaðust nøkur ljós. Á radarinum varnaðist eigarin, at talan var um eitt størri skip. Stutt eftir hómast eitt grønt ljós fyri framman, og báðir varnaðust, at stóra skipið sigldi beina leið móti bátinum. Eigari royndi tí at snara bátinum móti stýriborð, men tað var ov seint. Makkarin rópar til eigarin, at teir fara at stoyta saman og mugu sleppa sær úr stýrihúsinum. Farmaskipið Mykines var ávegis til Íslands úr Havnini. Á brúnni vóru skipari, maskinstjóri og 1. stýrimaður. Skipari varnaðist eitt reytt og hvítt ljós fyri framman, men so varnaðist hann eitt grønt ljós, og helt hann tí, at lítli báturin hevði skift kós. Stutt eftir varnaðist skiparin, at báturin var tættari, enn væntað. Skiparin royndi at snara skipinum, men hetta var ov seint, og bátur og skip stoyttu saman. Báðir menninir umborð á Mars vóru í stýrihúsinum, tá bát og skip stoyttu saman. Tað eyðnaðist tí eina manninum at sleppa út, meðan sjógvur skolaði inn í stýrihúsið. Tað eyðnaðist ikki hinum mannin at sleppa út. Báturin hvøldist skjótt og fór at søkka. Sambært altjóða sjóreglum er eitt VDR tól umborð á Mykinesi. Eitt VDR tól savnar upplýsingar og data saman, skuldi ein vanlukka hent. Tólið minnir tí nógv um tann sokallaða svarta kassan. Tá Mykines og Mars stoyttu saman virkaði manningin backup funkuna á VDR tólinum fyri at tryggja data til framtíðar kanningar. Men tólið umborð á skipinum riggaði ikki, sum tað skuldi, og einki varð goymt. Sambært leiðbeining skal harddiskurin í VDR tólinum skiftast fyri hvørjar 20 30.000 tímar. Harddiskurin í VDR tólinum umborð á Mykines hevði koyrt í øllum førum 74.000 tímar. Smyril Line visti ikki um skalaða tólið. Tískil hevur Skaðanevndin ikki havt atgongd til upplýsingar um neyvari tíðspunkt, radaraupplýsingar, samskifti millum manningina á brúnni og annað. Eyðun Ásason verður lagdur undir skurð á Ríkissjúkrahúsinum. Elektrodur verða førdar inn í heilan, sum kunnu geva honum førleikarnar aftur, ið Parkinson sjúkan hevur tikið frá honum. Meirilutin í Fíggjarnevndini hjá løgtinginum, umboðini hjá samgonguni og Kristin Michelsen, hava ta fatan, at kommunurnar hava avmarkaðan áhuga í at áseta botnfrádáttin í skattinum sjálvar. Fíggjarnevndin hevur skrivað álit um uppskotið hjá Fólkaflokkinum um at lækka botnfrádráttin í kommunuskattinum, so lægstu inntøkurnar fáa skattalætta. Fólkaflokkurin skjýtur upp, at kommunurnar skulu fáa heimild at hækka botnfrádráttin úr 30.000 upp í 65.000 krónur. Frádrátturin í landskattinum er 65.000 krónur. Meirilutin heldur tó, at heimild til kommunurnar sjálvar at áseta botnfrádráttin í kommunuskattinum kundi givið kommununum eitt kærkomið skattligt stýringaramboð afturat kommunuskattaprosentinum og barnafrádráttinum. Men neiligu avleiðingarnar eru størri. Millum annað kann hugsast, at smáu kommunurnar ikki fara at standa seg í kappingini um at draga fólk til sín. Uppskotið lættir um skattabyrðuna hjá teimum lægst løntu, sum bara rinda kommunuskatt, sigur minnilutin. Fólkaflokkurin hevði eitt líknandi uppskot í síðstu tingsetu, men tað vann ikki frama. Danska skaðanevndin hevur kannað vanlukkuna, tá glastrevjabáturin Mars og farmaskipið Mykines stoyttu saman í Skopunarfirði um náttina 31. august í fjør. Náttina til 31. august var glastrevjabátinum Mars áveg heim til Gomlurætt, eftir at hava sett kalvalínu vestanfyri Trøllhøvda á Sandoynni. Umborð á Mars vóru tveir mans. Báðir sótu í stýrihúsinum, tá teir varnaðust nøkur ljós. Á radarinum varnaðist eigarin, at talan var um eitt størri skip. Stutt eftir hómast eitt grønt ljós fyri framman, og báðir varnaðust, at stóra skipið sigldi beina leið móti bátinum. Eigari royndi tí at snara bátinum móti stýriborð, men tað var ov seint. Makkarin rópar til eigarin, at teir fara at stoyta saman og mugu sleppa sær úr stýrihúsinum. Farmaskipið Mykines var ávegis til Íslands úr Havnini. Á brúnni vóru skipari, maskinstjóri og 1. stýrimaður. Skipari varnaðist eitt reytt og hvítt ljós fyri framman, men so varnaðist hann eitt grønt ljós, og helt hann tí, at lítli báturin hevði skift kós. Stutt eftir varnaðist skiparin, at báturin var tættari, enn væntað. Skiparin royndi at snara skipinum, men hetta var ov seint, og bátur og skip stoyttu saman. Báðir menninir umborð á Mars vóru í stýrihúsinum, tá bát og skip stoyttu saman. Tað eyðnaðist tí eina manninum at sleppa út, meðan sjógvur skolaði inn í stýrihúsið. Tað eyðnaðist ikki hinum mannin at sleppa út. Báturin hvøldist skjótt og fór at søkka. Teir á brúnni á farmaskipinum Mykinesi og teir í stýrihúsinum á glastrevjabátinum Mars áttu at sæð hvønn annan í minsta lagi í fimm minuttir, áðrenn skipið og báturin stoyttu saman, sigur danska maritima skaðanevndin. Skaðanevndin kundi ikki brúka VDR tólið ella svarta kassan á Mykinesi, tí hann riggaði ikki. Har var eingin skráseting á VDR tólinum. Tá Mykines og Mars stoyttu saman virkaði manningin backup funkuna á VDR tólinum fyri at tryggja data til framtíðar kanningar. Men tólið umborð á skipinum riggaði ikki, sum tað skuldi, og einki varð goymt. Sambært leiðbeining skal harddiskurin í VDR tólinum skiftast fyri hvørjar 20 30.000 tímar. Harddiskurin í VDR tólinum umborð á Mykines hevði koyrt í øllum førum 74.000 tímar. Smyril Line visti ikki um skalaða tólið. Skaðanevndin kundi tí ikki brúka upplýsingar haðani, tá hon kannaði vanlukkuna í Skopunarfirði. Ongar upplýsingar vóru í VDR tólinum frá 30. mai til 1.september 2017. Tá skaðanevndin sigur, at Mykines ikki helt sína egna trygdarskipan, sipar hon til, at hann, sum førdi Mykines, helt eisini útkikk. Mars helt heldur ikki sína skyldu viðvíkjandi útkikki. Har umborð varð støðan ikki mett á nøktandi hátt og heldur ikki vandin fyri samanstoyti. Ein nýggj trygdarskipan verður gjørd og sett í verk á øllum skipunum hjá Smyril Line. Yvirmenninir á skipum felagsins hava verið á tveimum seminarum um nýggju trygdarskipanina. Viðvíkjandi trygdarskipanini hjá Smyril Line fer Sjóvinnustýrið at vita, hvussu gongur við henni, tá næsta klassing verður í mars í ár. Hvussu verður landið ávirkað Hvussu við teimum, ið halda fram undir verandi skipan, og hvussu við teimum, ið koma undir nýggju skipanina Her ganga vit gjøgnum endamál og avleiðingar av pensjónsnýskipanini Endamálið við pensjónsnýskipanini er, sambært landsstýrinum, at tryggja haldføri í føroyska búskapinum. Verandi skipan er ikki haldfør, tí vit gerast fleiri og fleiri eldri í Føroyum. Í dag eru tey, sum eru 67 ár og eldri, 15 prosent av samlaða fólkatalinum. Í framtíðini verður fjórði hvør føroyingur 67 ár og eldri. Tí skal pensjónsaldurin hækkast. Fyrst upp í 67,5 ár í 2025 og síðani upp í 68 ár í 2030. Møguleikin fyri at arbeiða eftir pensjónsaldur verður eisini størri, og ein gularót verður til tey, sum útseta pensjónina, tí so hækkar útgjaldið, tá ið tey einaferð fara á pensjón. Almennu pensjónsútgjøldini kunnu býtast í trý Grundupphædd fólkapensjón skattafrítt útgjald úr landskassanum. Viðbót skattskyldugt útgjald úr landskassanum. Útgjald úr arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum Samhaldsfasta Samhaldsfasti er ein grunnur, sum fólk gjalda inn í, hvørja ferð tey fáa løn. Við nýggju pensjónsskipanini minkar samlaða útreiðslan, sum landið hevur av at gjalda fólkapensjón og viðbót til pensjónistar beinleiðis úr landskassanum. Samstundis verður ein væl størri partur av pensjónunum fíggjaður gjøgnum eginpensjónir og arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin Samhaldsfasta . Landið sparir sostatt nógvar pengar sum frálíður, og tí ber til at siga, at samfelagsbúskapurin verður meira haldførur við nýggju skipanini. Verandi skipan er ikki før fyri at tryggja teimum pensjónistum, ið ikki hava eina munandi uppsparing ella aðra inntøku, eina nøktandi upphædd at liva av, sigur Almannamálaráðið. Tí er endamálið við pensjónsnýskipanini eisini at minka um gloppið millum ríkar og fátækar pensjónistar við at mótrokna í almennu pensjónsveitingunum í mun til aðra inntøku privata pensjón, løn ella annað . Hvussu væl nýggja skipanin fer at megna hetta, eru tó ymiskar meiningar um. Nýggja skipanin verður galdandi fyri tey, sum eru fødd í 1953 ella seinni. Tey, sum eru fødd í 1952 ella fyrr halda fram undir verandi skipan tó við ávísum broytingum. Almenna pensjónin grundupphædd og viðbót í verandi skipan verður óbroytt og ikki mótroknað í mun til aðra upphædd eins og í nýggju skipanini. Inntøkugrundarlagið fyri mótrokning hjá giftum, har bæði eru pensjónistar, verður framhaldandi helvtin av inntøkuni hjá báðum tilsamans. Tað vil siga, at mótrokning millum hjún verður varðveitt í gomlu skipan. Skattafría viðbótin til ávísar pensjónistar á 7.608 krónur árliga verður framhaldandi veitt til húsarhald, har inntøkan er í mesta lagi 60.000 krónur árliga fyri støk og 80.000 krónur árliga fyri hjún. Skattafría grundupphæddin verður óbroytt, og gerst tann sama sum í gomlu skipanini 3.589 krónur fyri støk um mánaðin, og 2.733 krónur fyri gift um mánaðin. Grundupphæddin verður mótrokningarfrí upp til 30.000 krónur árliga. Grundupphæddin verður mótroknað við 25 í inntøku omanfyri 30.000 krónur árliga. Viðbótin verður í 2020 mótrokningarfrí í árligari inntøku upp til 202.300 krónur fyri støk og 161.200 krónur fyri gift. Mótrokningarfría upphæddin fyri grundupphædd verður javnað árliga, og í tí sambandi verður mótrokningarfría upphæddin fyri viðbótina ásett soleiðis, at mótrokning í viðbót altíð tekur við, eftir at grundupphæddin er fult mótroknað. Inntøkugrundarlagið fyri mótrokning hjá giftum, har bæði eru pensjónistar, verður einans persónliga inntøkan hjá tí einstaka. Inntøka hjá hjúnafelaga verður ikki roknað uppí. Tað vil siga, at mótrokning millum hjún verður strikað í nýggju skipan. Pensjónsnýskipanararbeiðið er umfatandi, tekniskt og torskilt, sum øll onkursvegna verða ávirkað av. Tilsamans er talan um seks lógaruppskot, sum skulu fremja nýskipanina. Tey eru Øll uppskotini vóru við 1. viðgerð send í løgtingsnevndir, sum skulu skriva álit um uppskotini fyri aðru viðgerð. Uppskot 65 67 verða viðgjørd í Trivnaðarnevndini. Uppskot 69 72 verða viðgjørd í Fíggjarnevndini. Í gjár skrivaði Sveinur soleiðis á facebook Eg vænti ikki, at tit fáa nakað, fyrr enn í august , segði fryntliga kvinnan í Snarskivuni. Tað er komið so óvart á Tórshavnar Kommunu, at fólkavøkstur hevur verið, at tey eru endaði við at hava eina ørgrynnu av børnum á bíðilista, uttan nakra ætlan um, hvat kann gerast við trupulleikan. Nú sóknast Sveinur eftir øðrum fólkum, sum eru í somu støðu sum tey, so tey í felag kunnu leggja trýst á kommununa, fyri at loysa bráðfeingistrupulleikan við barnaansingini. Sangurin er ein hugleiðing um góð ungdómsminni men eisini ein stúran fyri øllum byggjarínum, sum broytti býin so nógv í 80 árunum. Herfyri valdi Heimstaðið at viðurkenna rithøvundan og tónleikaran við Listavirðisløn Nólsoyrar Páls, 75.000 krónum og eini veruligari stjørnu. Arbeiðsgleði hevur nógv at siga, bæði fyri teg sjálvan, fyri starvsfelagarnar og arbeiðsplássi. Tað sigur Alexandra á Dul, HR partnari, sum nú vil hava fólk at leggja myndir á instagram hvussu arbeiðsgleðin er á teirra arbeiðsplássi. Vit bæði eru so spent, sigur Mirjam, sum saman við manninum Victor, fara at sita í stóra salinum í mentanarhúsinum, Gigantium í Alborg, leygarkvøldið, tá ið døturnar Vanja, Laila og Barbara fara at syngja í danska Melodi Grandprixinum. Vit eri ikki bara spent, men eisini rørd um allan stuðulin, sum vit hava fingið, heldur Mirjam fram. Bæði vinir og kenningar hava sett seg í samband við tey bæði og sent teimum góðynski. Systrarnar Vanja, Laila og Barbara hava sungið, síðan tær vóru smágentur. Tað var tann elsta, Vanja, ið byrjaði at syngja sum einans tvey ára gomul. Systurin, Laila, hevði ikki meira enn fingið mál, so fóru tær báðar at syngja saman á plátum, sum foreldrini løgdu tilrættis. Barbara er nógv yngri enn hinar, tað var seinni, at hon fór at syngja. Og væl riggar, tí systrarnar vórðu spurdar, um tær ikki høvdu hug at royna seg í danska Melodi Grandprixinum, og tær játtaðu at gera eina roynd. Dómsnevndini dámdi sangin, og leygarkvøldið skulu tær so royna seg í Gigantium í Alborg. Carlsen systrarnar eru sjeyndi bólkurin á pallinum leygarkvøldið. Tær skulu syngja sangin Standing up for Love , og Melodi Grandprixið verður sent beinleiðis í sjónvarpinum, leygarkvøldið, klokkan 19.00 til 21.00. Einki skrivligt er at finna um virksemið hjá felagnum tey fyrstu árini, tí tá eingilsku hermenninir komu til Føroyar undir Seinna veraldarbardaga, tóku teir Sjónleikarahúsið, og tá teir fóru avstað aftur, fóru teir við einum skrivaraborði, og har skuldu so eisini allar gerðabøkurnar hjá Havnar Sjónleikarfelag liggja í. Leitað hevur verið eftir hesum borði, men uttan úrslit. Umstøðurnar í dag í Sjónleikarahúsinum eru góðar, og tær blíva betri tá nýggja útbyggingin er liðug, sigur Hanna Flóvinsdóttir, nevndarlimur í Havnar Sjónleikarafelag. Talan er um tvær útstykkingar, eina við Hálsatjørn og eina á Fríðufløtum. Við Hálsatjørn verða 42 grundstykkir og á Fríðufløtum 10 gryndstykkir, sæst á heimasíðuni hjá Sjóvarkommunu. Samlaði kostnaðurin fyri báðar útstykkingarnar verður umleið 16 milliónir krónur, og er hetta størsta íløga Sjóvar kommuna hevur gjørt síðani nýggi skúlin varð bygdur í 2011, skrivar kommunan á heimaasíðuni. Kommunustýrið hevur samtykt, at grundstykkjaprísurin við Hálsatjørn verður krónur 250,00 fyri fermeturin og á Fríðufløtum verður hann krónur 300,00 fyri fermeturin. Tey eru von at hoyra spreingingar í grótbrotinum, men als ikki so ógvusligar og so seint sum týskvøldið og tað vilja tey heldur ikki góðtaka. Eyðun verður lagdur undir skurð á Ríkissjúkrahúsinum. Elektrodur verða førdar inn í heilan, sum kunnu geva honum førleikarnar aftur, ið Parkinson sjúkan hevur tikið frá honum. Men heilaskurðviðgerðin er eisini vandamikil og kann í ringasta føri gera, at hann verður avlamin ella doyr. Dagmar Joensen Næs og Jens Jákup Hansen gjørdu sendingina. Fríðrikur krúnprinsur, ið er í Suðurkora í samband við olympisku leikirnar, hevur brotið ferðina av og er á veg aftur til Danmarkar, sigur danska kongshúsið, sum annars ikki hevur aðrar viðmerkingar til málið. Heindrikur prinsur, ið er 83 ára gamal, varð lagdur inn á Ríkissjúkrahúsið í januar mánaða. Læknar funnu ein svull á lungum hansara, sum tó vísti seg at vera góðkynjaður. Síðanu hevur Heindrikur prinsur millum annað fingið viðgerð fyri infektión í lungunum, sigur DR . Trý fólk vilja vera stjóri á Havstovuni. Freistin at søkja starvið var úti í gjár, og tríggjar umsóknir komu inn, verður sagt úr Fiskimálaráðnum. Átalan er so álvarslig, at Umboðsmaðurin hevur kunnað formansskapin í løgtinginum, løgmann og landsstýriskvinnuna í Heilsu og innlendismálum um málið. Umboðsmaðurin heldur tað ikki vera í lagi, at hvørki í journalskrásetingunum ella ferðauppgerðum hjá Umhvørvisstovuni ber til at staðfesta, um og nær uppmátingar eru gjørdar. Av tí at gongdin í málinum ikki er nóg væl skjalfest, kundi Umboðsmaðurin ikki meta, um umberandi orsøkir eru fyri drúgvu málsviðgerðartíðini. Tann 30. mars 2016 avgjørdi kommunan at keypa hjallin hjá klagaranum og í tí sambandi býta 15 fermetrar frá einum privatum matrikulnummari og leggja teir saman við ogn hjá kommununi. Á fundinum handaði landsstýrismaðurin Uttanlandsnevndini eitt ráðførsluskriv, hvat hann heldur, at føroyska kvotan av sild skal vera í ár. Hann lat eisini Uttanlandsnevndini eitt upprit og greiddi nevndini frá samráðingunum um norðhavssildina. Strandalondini eru bara samd um, hvussu nógv av norðhavssild skal fiskast tilsamans í ár ikki hvussu nógv londini eiga í part. Eingin strandalandaavtala er um norðhavssildina. Høgni Hoydal, landsstýrimaður sigur, at ráðførsluskrivið sum verður handað Uttanlandsnevndini, og viðgerðin í Uttanlandsnevndini er í trúnaði, og tí kann hann einki siga um, hvat mælt verður til. Í gjár bleiv ein ringmerktur stari funnin deyður í Mikladali á Kalsoynni. Hann var ringmerktur í Nólsoy 24 juni 2016, og var soleiðis funnin 38 kilometrar burturi frá har hann varð ringmerktur. Hetta er longsti avstandur nakar føroyskur stari hevur flutt seg. Føroyski starin er serligur, í mun til tann skandinaviska staran, við at hann flytur ikki suðureftir um veturin. Tó at vit vita at starin ferðast javnan millum oyggjar til dømis um Nólsoyarfjørð, so er tað er rættiliga óvanligt at síggja teir flúgva so langt sum hesin. Starin sum varð funnin norðuri í Kalsoynni, er skrásettur sum hann, ið hevur flogið longst frá tí staðið har hann varð ringmerktur. Eitt flott virðiligt gullheiðursmerki til staran í Mikladali, sum sostatt gjørdist 594 dagar gamal, sigur Sjúður Hammer, ringmerkingarleiðari fyri Føroyar. Í fyrstuni varð hildið, at starin í Mikladali, átti silvurheiðursmerkið. Har var ein annar stari, sum hevði flogið nakað longri. Hann var ringmerktur í Nólsoy og funnin aftur á Eiði, 42 km frá ringmerkingarstaðnum. Men eftir at hava kannað hesa fráboðan, varð mett, at hetta ikki var ein góðkend fráboðan. Tí varð hann ógildaður og misti gullheiðursmerkið. Í sendingini tosa vit við foreldrini, Victor og Mirjam Carlsen, ið eru sera spent, hvussu tað fer at gangast døtrunum leygarkvøldið. Sanband er eisini til Danmarkar, har Vanja, Laila og Barbara greiða frá fyrireikingunum og hvussu tað kom í lag, at tær fingu møguleikan at syngja til danska Melodi Grandprix kappingina. Eisini verður tosað við Brand Enni, sum hevur roynt seg í svensku Melodi Grandprix kappingini og Jens Marna og Petsy Tvørfoss, ið hava roynd seg í tí donsku. Vit spyrja Johnny í Grótinum, kringvarpsstjóra, hví føroyska public service støðin Kringvarp Føroya, ikki skipar fyri einari føroyskari Grand Prix tónleikakapping. Eitt svenskt ferðalag er komið til Føroya í dag at dansa føroyskan dans. Nýstovnaða filmshúsið skal ganga á odda fyri føroyskari filmsframleiðslu, og felagið hevur kunngjørt nýggja stjóran, sum er Tina í Dali Wagner. Fríggjadagin 23. februar verður ráðstevna í Norðurlandahúsinum um tey 17 heimsmálini hjá ST, sum miða eftir at loysa heimsins størstu avbjóðingar. Soli deo gloria fær frumsýning á Tjóðpallinum í næstu viku. 12 søgur um at finna, merkja, fáa, geva, líta á, missa, varðveita, tora, trúgva uppá og ynskja kærleika. Bókmentaráðstevnan Út í Heim setir sjóneykuna á sølu av føroyskum bókum uttanlands. Og so leggja vit klassiskan tónleik undir nálina. Felagsskapir, stovnar og grunnar, sum gera íløgur í ikki vinnuligt, almannagagnligt frítíðarvirksemi, skulu rinda meirvirðisgjald í landskassan. Treytin er tó, at íløgan er yvir eina millión krónur, og í minsta lagi triðingurin er gáva ella innsavnaður peningur við óløntum og sjálvbodnum arbeiði. Men hetta heldur landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Kristina Háfoss, verða ov vágaligt, nú man er farin í gongd við Eysturoyar , Sandoyar og Hvalbiartunnilin. Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum mælir til, at politikkarar hyggja at langtíðaríløgunum hjá landinum og halda seg til tær ætlaninar. Andstøðu tingfólk hava lagt eitt uppskot fyri tingið, ið skal framskunda tunlarnar Norður um Fjall, so hesir verða bygdir samstundis um Hvalbiartunnilin. Harumframt meta tey seg hava eitt uppskot, ið kann spara landinum nógvar milliónir, tí lánið skal í størstan mun rindast við avgjaldinum í Norðoyatunnlinum. Kristina Háfoss sigur, at landsstýrið fer at arbeiða við játtanarkørmunum í vár, og har verður hugt nærri at upphæddini til tunlarnar Norður um Fjall, og at tann upphæddin skal setast av á fíggjarlógini. Hon sigur, at Samferðslumálaráðið hevur arbeitt við einum øðrvísið samferðslumodellið, men at tey ikki vilja gera tað so, at peningur frá Norðoyatunlinum einans skal nýtast norðanfyri. Seinastu tíðina hevur áhugin fyri grundstykkjum í Vágs kommunu verið vaksandi og nøkur av kommunalu grundstykkjunum eru eisini seld, skrivar kommunan á heimasíðuni. Uppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, er, at tey, sum fiska, skulu gjalda landskassanum tilfeingisgjald fyri serliga stóra vinningin, sum fiskiskapurin kann geva. Talan er um sera gomul lán, har lántakarin ongan møguleika hevur at gjalda aftur, sigur Regin Ingolfsson Jakobsen, stjóri í Búnaðargrunninum. Útlitini til at fáa nakran pening inn aftur er ikki til staðar, sigur hann. Hetta er eisini orsøkin til, at Búnaðargrunnurin hevur uppgivið at krevja 39,7 milliónir krónur aftur, sum grunnurin hevur lænt út yvir eitt longri áramál. Búnaðargrunnurin er ein peningastovnur, sum veitir lán til føroyska landbúnaðin. Hann virkar sum ein vanligur peningastovnur, og tað merkir, at festarin, ella bóndin sjálvur, heftir persónliga fyri lán, sum hann tekur. Smápartafelagið Heildarverk í Fuglafirði hevur boðað Fuglafjarðar kommunu frá, at felagið fer úr partalagssamstarvinum um at byggja nýggjan skúla í Fuglafirði. Fyrrverandi kringvarpsstjórin Annika Mittún kannaði, um til bar at skipa fyri Melodi Grandprix í Føroyum. Hon fekk at vita, frá EBU, at bert sjálvstøðug lond fingu limaskap í EBU. Tí slepti hon ætlanini tá. Men í fjør kannaði Dia Midjord málið aftur. Hann fekk at vita, at Kringvarp Føroya kundi fáa limaskap í EBU. Fyri limaskapin skuldi kringvarpið gjalda limagjald, ið varð sett til 500.000 krónur um árið. Men EBU er so nógv annað enn Grand Prix. EBU hevur eina rúgvu av øðrum tænastum, bæði tíðindum og øðrum, sum vit kanska kunnu fáa gagn av, sigur Johnny í Grótinum. Vit falla ikki uttan fyri reglurnar fyri limaskapi í EBU. Tí fara vit at kanna, um hetta hevur okkara áhuga, sigur Johnny í Grótinum. Fyri trimum mánaðum síðani bleiv hann lagdur undir skurð, har fýra elektrodur blivu settar inn í heilan. Elektrodurnar gera, at Eyðun Ásason livir betur og ristist so at siga als ikki, soleiðis sum hann gjørdi áðrenn skurðviðgerðina. Sjálvur visti eg ikki, at eg var so sjúkur í veruleikanum. Hetta er fyrstu ferð, at eg sá, hvussu onnur hava sæð meg, og tað var øgiliga løgið, sigur Eyðun Ásason. Vit sóu hann ikki so sjúkan, sum vit sóu í sjónvarpinum. Tí hevur tað eisini verið løgið og kensluborið at síggja hesa sendingarnar, sigur Jeanette Joensen. Í dag havi eg tað sum eitt nýtt menniskja, staðfestir Eyðun Ásason, og hetta kann unnustan, Jeanette Joensen, eisini skriva undir uppá Sonevndu Panama skjølini, sum vórðu almannakunngjørd í 2015, avdúkaðu, hvussu fyritøkur og einstaklingar um allan heim hava brúkt Panama sum skattaskjól. TAKS hevur samstarvað við SKAT í Danmark fyri at finna út av, um nakar føroyingur er nevndur í skjølunum. Okkurt føroyskt navn var í skjølunum, men TAKS hevur bara áhuga í teimum, sum hava skattskyldu í føroyum. Panama pappírini avdúka bara ein lítlan part av, hvussu skattaskjól verða brúkt um allan heim, og tí er tað torført at staðfesta, um nakar føroyingur brúkar skattaskjól. Í fjør vóru uppaftur 13 milliónir skjøl sonevndu Paradise papers avdúka um brúk av skattaskjóli um allan heim. TAKS hevur ikki møguleika at gera kanningararbeiðið í sambandi við avdúkaðu skjølini. Tí er samstarvið við SKAT í Danmark kærkomið, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri í TAKS. Ársins asfaltdagur var seinasta fríggjadag, har ársins affaltarbeiði skuldi finnast. Tað var H.J. Asfalt í Klaksvík, sum fór við heiðrinum. Asfalt er ikki bara hørð virði , sigur arbeiðsformaðurin Páll Hansen. Hoyr innslagið her Lagt er upp til eina sera spennandi kapping millum Eyðdis Hartmann Niclasen, borgmeistara í Vága Kommunu, og Artur Johansen, borgmeistara í Sjóvar Kommunu, sum kappast ímóti Irdi Jacobsen, borgmeistara í Hvannasunds Kommunu, og Jóhan Christiansen, borgmeistara í Eysturkommunu. Tú kanst hoyra sera spennandi kappingina her Sambært eini ætlan, sum Kommunan hevur arbeitt við, skal bústaðarsamansetingin broytast. 20 prosent av bústøðunum í Havn skulu vera íbúðir, 20 prosent skulu vera tví og raðhús og 60 Prosent skulu vera sethús áðrenn 2030. Í nýggja kjakuppritinum um bústaðarpolitikk, sum býráðið sendi út til almenna hoyring fyrr í vikuni, stendur, at kommunan hevur íbúðar undirskot serliga er tað leiguíbúðir sum mangla. Hinvegin hevur kommunan sethúsa yvirskot. Ætlanin at broyta bústaðarsamansetingina í Tórshavnar Kommunu byggir millum annað á tøl frá Hagstovuni, sum siga, at støddin á húskjum í kommununi eru minkandi. Miðal støddin á húskjum í allari kommununi er trý fólk, men hetta talið væntast at minka niður í 2,7 fólk í 2030, vísir ein framskriving, sum danska ráðgevarafyritøkan Rambøll hevur gjørt fyri kommununa. Tórshavnar Kommuna hevur eisini gjørt spurnarkanningar um, hvussu borgararnir ynskja at búgva. Tey flestu vilja búgva í sethúsum, men meir enn ein fjórðingur vil búgva í leigubústaði, vísir kanningin, sum Lóður hevur gjørt. Eg vil ikki fara frá honum, tí har er onki galið við hansara persónligheit. Hann hjalpir bara so litið til og skilir ikki, at eg ikki orki at gera alt sjálv Eg havi eina vinkonu, sum hevur búð hjá okkum í eina viku. Hetta tí hon ikki heldur út at vera heima. Maðurin drekkur 3 4 kvøld um vikuna og fer fullur í song klokkan 21 Skal hon fara frá honum Veturin er farin at halla skjótt stendur várið fyri durðum. Tað halda nógv vera gott. Men ein døpur søga, sum endurtekur seg hvørt ár er, at nógv túsund av nýlembdu lombunum ongantíð koma fyri seg. Gunnar Bjarnason, landbúnaðarfrøðingur, hevur gjørt eina varislig meting av, hvussu nógv lomb doyggja í miðal hvørt ár talið liggur um 4500 lomb. Høgi deyðstíttleikin hjá lombunum, kemur fyrst og fremst av, at tey ikki hava nóg nógv at eta. At seyðurin er so svangur gongur eisini út yvir gróðurin í haganum, sum aftur gongur út yvir seyðin. Tað er sera ein óheppin gongd, sigur Gunnar Bjarnason. Einstøku bóndurnir hava ikki beinleiðis skuldina av høga deyðstíttleikanum. Øll skipanin við seyðahaldi í Føroyum má endurnýggjast, heldur Gunnar Bjarnason. Byggingin av langhylinum í Gundadali í Havn er útsettur. Tað skriva Havnar Svimjifelag og Svimjisamband Føroya á heimasíðuni svimjing.com, eftir at Tórshavnar Kommuna hevur kunnað tey um gongdina við verkætlanini. Annika Olsen, borgarstjóri, Gunvør Balle, varaborgarstjóri, og Sigurð Ó. Vang, leiðari á mentamáladeildini, umboðaðu kommununa á kunningarfundinum, sum var tann 7. februar. Á fundinum varð kunngjørt, at projekteringin av arkitekta uppskotinum hjá SNA Arkitektum, ið varð kosið vinnari í december 2016 er útsett til at fara í gongd við árslok 2018. Projekteringin tekur níggju mánaðir og verður sostatt ikki liðug fyrr enn seint í 2019. Eftir hetta verður arbeiðið at byggja nýggju høllina síðani boðið út. Sambært nýggju tíðarætlanini verður helmingurin av kostnaðinum fyri svimjihylin síðan játtaður á fíggjarætlanini fyri 2020, sum so eisini verður árið, tá spakin verður settur í. Annika Olsen, borgarstjóri váttar fyri útvarpinum, at ætlaninar at byggja langhylin eru útsettar. Vit fáa eina viðmerking frá henni seinni í dag. Tá fall var á partabrævamarknaðunum fyrr í vikuni, hvurvu virðir, sum svaraðu til bruttotjóðarúrtøkuna hjá Avstralia í eitt ár. Aftur í gjár lækkaðu virðini á virðisbrævamarknaðinum í USA, sum hava havt sínar ringastu dagar síðani fíggjarkreppuna. Eisini í Asia og í Europa er órógv á virðisbrævamarknaðunum. Jim Rogers, stovnaði í 1969 Quantum grunnarnar, saman við George Soros, og hann tvíheldur um, at fallið fer at halda fram. Tá vit aftur fáa eitt bear market , og tað fáa vit aftur, so verður tað tað ringasta í okkara tíð. Tí skuldin kring heimin er ovurhonds stór, sigur royndi íleggjarin. Bear market merkir, at virðisbrøvini lækka við 20 prosentstigum, og tað hevur Jim Rogers sæð fleiri ferðir fyrr. Tá hann tosar um stóra skuld, so geva tølini honum rætt. Tí fær næsta fallið á virðisbrævamarknaðunum álvarsligar avleiðingar, og verður tað ringasta í okkara tíð, sigur Jim Rogers. Christian í Grótinum keypti góðskingarvirki í Týsklandi í 2015, tá fyritøkan Larsen Seafood var farin í gjaldssteðg og var til sølu. Langhylurin, sum Tórshavnar Kommuna upprunaliga skuldi seta pengar av til í ár, verður nakað seinkaður, tí alt ov nógvar kostnaðarmiklar verkætlani eru á skrá, sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Havn. Ógvusligu bumburnar og høgu deyðstølini seinastu dagarnar fingu í morgun ovasta leiðaran fyri Trygdarráðið hjá ST at heita á Rusland um at steðga álopunum alt fyri eitt, so Reyði Krossur sleppur framat við neyðsynjarvørum og at flyta sjúk fólk og forkomin børn úr býnum. Í december hómaðist ein skáði, har Reyði Krossur slapp framat kringsetta býnum, men einans 29 vóru bjargaði, so var býurin avbyrgdur aftur. Síðani hava hjálparfelagsskapir einki kunnað gjørt, men hava bara verið áskoðarar til ræðuleikarnar har børn og gomul doyggja av bumbun og í hungri. Fólkini í býnum yvirliva við at eta djóramat og gamlan mat, sum er burturbeindur, men nú er heldur einki eftir av tí, tí býurin hevur verið kringsettur so leingi, at eisini skrellið er uppi, sigur danski landaovastin Jacob Kern, sum leiðir matvøruætlanina hjá ST í Sýria. Tað er ikki greitt, hví flogfarið datt niður. Men fólk halda seg hava sæð, at eldur var í flogfarinum, tá tað datt niður, skriva fleiri altjóða miðlar. Í gjárskvøldið trinu tær tríggjar Carlsen systrarnar, Barbara, Vanja og Laila, á pall í danska Melodi Grand Prixnum. Tað eydnaðist ikki teimum at syngja seg víðari í finalu umfarið, men tær eru glaðar fyri upplivingina, ið kappingin hevði við sær. Hetta hevur verið ein góð uppliving, og vit halda ikki, at nakar í slíkari kapping er taparar, siga systrarar Laila og Barbara, sum enn eru staddar í Keypmannhavn. Fólkaflokkurin vil vera við, at smáar fyritøkur sum handlar, hárfríðkanarstovur og handverkarafyritøkur rinda okkurt um 7000 krónur um árið í kringvarpsgjaldi. Frá studentaskúlanum á VBV fór Bárður Jákupsson á Askov háskúla. Hetta var ein áhugaverdur vetur. Hugurin stóð til tekning og máling, men ivasamt var, um livast kundi av tí. Tí fór hann á læraraskúla í Hjørring og tók prógv eftir trimum árum. Síðani fór Bárður á Málaraskúlan á Kunst akademinum í Keypmannahavn. Lærari var professarin Mogens Andersen. Eftir tvey ár har bað Steinbjørn Jacobsen hann koma at hjálpa sær við Føroya Fólkaháskúla. Samstundis arbeiddi hann fyri Fornminnissavnið við framsýningum heima og uttanlands eins og tíðarritinum Mondli. Bárður Jákupsson teknaði í fleiri ár frímerki til Postverkið, sum eftir yvirtøkuna í 1976 fór at geva út føroysk frímerki. Heimskendi gravørurin Slania gjørdi sítt til, at føroysku merkini vórðu kend. Í 1978 tók Báður við sum leiðari fyri Listaskálan. Fyrsta takið var at umvæla húsið, sum var illa farin. Annað takið var at fáa skipað nýggja stovnin Listasavn Føroya og byggja nýggjan framsýningar skála við stuðli úr ymsum ættum. Skálin var liðugur í 1993. Nú kundi Listasavnið arbeiða við bæði føstum og støkum framsýningum. Bárður hevur skrivað fleiri bøkur um myndlist og myndlistafólk. Eftir uppskoti frá Bárði Jákupssyni varð útgerð til grafiskan verkstað útvegað Norðurlandahúsinum. Verkstaðurin var fyrst har, síðani í Listaskálanum og nú á Østrøm. Nógv útlendsk og føroysk listafólk royna seg har.Bárður hevði sína fyrstu eginframsýning saman við Bent Restorff, tá hann var afturkomin av Málaraskúlanum í 1973. Síðani hevur hann sýnt meir og minni fram á hvørjum ári ikki minst, síðani hann gavst í Listaskálnum. Hann hevur bæði prýtt bøkur og hús.Bárður heldur, at kritikarar eru alneyðugir fyri listina og listafólkini. Í so máta gongur fram á í Føroyum. Annar av svørtu kassunum í russiska flogfarinum, sum datt niður á leiðini við Moskva í gjár, er funnin, og hann er í góðum standi, sigur ein stjórnarkelda fyri tíðindastovuni Tass. Tað er framvegis ógreitt, hví innanríkisflogfarið datt niður fáar minuttir eftir, at tað var farið á flog úr floghavnini Do mode dovo 40 kilometrar úr høvuðsstaðnum Moskva, við kós móti býnum Orsk. Undirvísingarstýrið er nýggj eind undir Mentamálaráðnm, og skal millum annað umsita fíggjarstýringina og tímajáttanina í fólkaskúlanum. Sambært starvslýsingini er høvuðsuppgávan hjá stjóranum í Undirvísingarstýrinum at hava ábyrgdina av fyrisitingarligum rakstraruppgávum á undirvísingarøkinum, eisini yvirskipaðu fíggjarligu stýringina og eftirlitið. Talan er um 80 skúlar og stovnar, har játtanin er tilsamans umleið 900 milliónir krónur, og meiri enn helvtin verður beinleiðis verður stýrd fíggjarliga úr Undirvísingarstýrinum. Fólkatingið hevur samtykt, at aldur skal ikki longur verða forðing fyri at hava koyrikort til bil og motorsúklu, og kravið um læknaváttan er slept, tá koyrikortið verður endurnýggjað. Kári P. Højgaard í Sjálvstýri spyr Henrik Old, um hann fer at taka aldursmarkið fyri koyrikort av, og kravið um læknváttan, eftir at fólk eru fylt 70 ár. Tey nýggju koyrikortini eru galdandi í 15 ár eftir útgávudagin. Síðani verða tey endurnýggjað, og erutey tá galdandi í 15 ár, sama hvussu gamal bilførarin er. Hummarafelagið heldur ikki, at landstýrið kann útluta sama øki fleiri ferðir til ymisk áhugamál, uttan at lata teimum endurgjald, sum vóru har frammanundan. Tað er ógreitt, hví innanríkisflogfarið hjá flogfelagnum, Saratov Airlines, datt niður stutt eftir, at tað var farið á flog úr eini floghavn í Moskva. Í 2015 misti Saratov Airlines rættin at flúgva millum lond, tí ein ófráboðað kanning staðfesti, at onnur enn starvsfólk høvdu atgongd til flogskipararúmið. Millum teirra, sum hava boðið Anniku Olsen til Ísraels, er sendimaður Ísraels í Danmark, Barukh Binah, sum var á vitjan í Føroyum í fjør summar. Høvi er millum annað at hitta umboð fyri ráðharrastovur og kommunur í Ísrael, og umboð fyri nakrar av stóru fyritøkunum í landinum. Eg síggi hesa ráðstevnuna og møguleikan at knýta sambond við aðrar býir sum ein lið í royndunum at menna Havnina sum ein altjóða bý í kapping við aðrar høvuðsstaðir úti í heimi, umframt at menna Havnina á tøkniliga økinum og finna innovativar loysnir á framtíðar avbjóðingum, sigur borgarstjórin í Tórshavnar Kommunu. At gerast blind er í fyrstuni ein stór sorg og longsul eftir at sleppa at síggja. Men ein verður eisini noyddur at góðtaka støðuna, tí annars gerst tað ov svárt. Verður skannarin nýttur meira, verður bíðilistin styttur hjá øllum, sum hava tørv á skjótari sjúkraviðgerð, verður sagt í uppskotinum. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur upplýst í einum svari til fyrispurning um MR skannaran, at skannarin verður brúktur so nógv, sum starvsfólkaorka er til. Skal skannarin brúkast meira, er neyðugt at hækka játtanina til sjúkrahúsverkið, ella umraðfesta virksemið, so minni orka verður brúkt til annað. Sirið Stenberg upplýsti eisini í svarinum, at CT skannarin verður brúktur hvønn gerandisdag, og eingin bíðitíð er til CT skanning. Skal MR skannari brúkast hvønn gerandisdag, er tørvur á tveimum radiograf ársverkum aftrat, og tað kostar umleið eina millión krónur um árið. Verða fleiri kanningar gjørdar, fer tað eisini at kosta meira at gera myndagreiningar. Slíkar greiningar verða vanliga keyptar frá serfrøðingum uttanlands. Arbeiðir MR skannarin fimm dagar um vikuna, verður eykakostnaðurin fyri myndagreiningar umleið 600.000 krónur um árið, sigur Kaj Leo Holm Johannesen í viðmerkingunum til uppskotið. Eingin ábyrgd verður staðfest í kanningini hjá donsku skaðanevndini um vanlukkuna, tá farmaskipið Mykines og útróðrarbáturin Mars stoyttu saman í fjør summar. Í frágreiðingini hjá Den Maritime Havarikommission um vanlukkuna í Skopunarfirði í fjør er eingin niðurstøða, sum beinleiðis sigur, hvør hevði skyldina av samanstoytinum millum Mykines og Mars. Tað er ikki uppgávan hjá skaðanevndini at staðfesta ábyrgd, sigur kanningarleiðarin hjá skaðanevndini, Øssur Jarleivson Hilduberg, í grein í blaðnum Søfart í oktober í fjør, tá funnist varð at arbeiðinum hjá nevndini, tí hon hevur ikki royndirnar, sum sjómenn hava. Øssur Jarleivson Hilduberg vil ikki gera samrøðu við Útvarpið um frágreiðingina um samanstoytin millum Mykines og Mars 31.august í fjør. Hans Johannes á Brúgv, stjóri á Sjóvinnustýrinum, sigur, at har hava tey ikki avgjørt enn, um frágreiðingin hjá donsku skaðanevndini er so álvarslig, at hon verður send fútanum. Nógv bendir á, at samanleggingin verður av ongum, tí eitt samtak ætlar at keypa øll partabrøvini í TDC, og tað boðar TDC eisini keypsskálanum frá. Telerisin sigur einki um, hvør liggur framvið at keypa TDC, og hvussu stórt tilboðið er. Men í síðstu viku kom fram, at danskir pensjónsgrunnar eru við í samtakinum, og at boðið er millum 47 og 48 krónur fyri hvørt partabræv. Eftir at hava roknað aftur og fram nógvar ferðir, er niðurstøðan hjá smápartafelagnum Heildarverki í Fuglafirði, at nýggi skúlin fer at kosta meira, enn kommununan hevur sett av. Tórfinn Nón, stjóri í Heildarverki, sigur, at niðurstøðan hjá felagnum er, at ikki ber til at byggja skúlan fyri 101 millión krónur, sum kommunan ætlar. Fyri 100 árum síðani høvdu nógvir føroyingar sama navn. Børn fingu navn eftir hvønn dag, tey vóru fødd, og so kundu tey ofta hava heilt upp í átta fornøvn. Hetta vísir ein stór ritgerð, sum Elinborg Osvaldsdóttir hevur gjørt. Hon hevur kannað føroysk fólkanøvn í tveimum ymiskum tíðarskeiðum og hevur síðani samanborið tey. Fyrr var tað ofta soeliðis, at tey somu nøvnini gingu aftur, tí har var ikki so nógv at velja ímillum. Og harafturat var tað ógvuliga vanligt at uppkalla, sigur Elinborg Osvaldsdóttir. Hóast nógv er broytt hesi seinastu 100 árini, so er tað tó eitt, sum enn er galdandi Nøvnini Jákup og Maria blíva við at vera populer, tí tey vóru nógv brúkt í fyrra tíðarskeiðinum, eg havi kannað, og eru eisini í dag nógv brúkt, sigur Elinborg Osvaldsdóttir. Í morgunsendingini fortaldi hon um MA ritgerðina og um fólkanøvn í Føroyum. Stjórin fyri Formula Eitt motorítróttinum, Ross Brawn, segði við BBC Radio 5 í desember, at tey hava endurskoðað gamla vanan at brúka kvinnulig model í sambandi við kappingar. Grid Girls eru modell, sum verða brúkt til ávís tiltøk, og tær eru í klæðum, har navnið á høvuðsstuðlinum stendur á. Uppgávan hjá teimum eru eitt nú at halda regnskjólum, navnaskeltum hjá koyrarunum og at standa á pallinum, tá koyrarin kemur gangandi inn á pallin. Í fleiri ára tíggju hava Grid Girls verið partur av Formula Eitt Grand Prix num, men hendan mannagongdin samsvarar ikki við okkara samleika og heldur ikki við normarnar í framkomnum samfelagi. Vit halda ikki, at tað hevur nakað at týða fyri Formula Eitt og fjeppararnar, gamlar og nýggjar, kring allan heim, sigur Sean Bratches, marknaðarstjóri hjá Formula Eitt. The Women s Sport Trust, Samtakið fyri kvinnur í ítrótti, sigur í fráboðan, at tað mælir ítróttargreinum, sum súkkling, nevaleiki og UFC at gera tað sama sum Formula Eitt nú hevur gjørt, og endurskoða mannagongdina at brúka podium gentur, Ring gentur og octagon gentur. Í desember gjørdi BBC Sport spurnakanning, um Grid Girls skulu verða partur av Formula Eitt, kanningin vísti, at 60 prosent tóku undir við tí. Eg eri í øðini, og eri vónsvikin um, at Formula Eitt hevur slakað fyri minnilutanum bara fyri at verða politiskt korrekt, segði Charlotte Gash, við BCC Radio 5 live. Hinvegin styrkir Smyril Line um tænasturnar við at útbyggja í Hirtshals, og staðsetingin í Hirtshals merkir, at Smyril Line hevur betri møguleikar fyri víðari transportering, sigur Rúni Vang Poulsen. Við hesum so klára vit at handfara innflutningin av føroyskum fiskavørum enn betri, og vit klára at geva innflutningskundunum eina nógv betri tænastu, enn ta vit kunnu bjóða teimum í dag, sigur hann. Verkætlanin varð samtykt á heysti í fjør. Á odda fyri verkætlanina, hevur kommunan sett søgufrøðingarnir og tvørámenninir, Kára Jespersen og Jens Paula A. Nolsøe. Arbeiðið við at skipa skjalasavnið, ið er staðsett á gamla Ísvirkinum í Kongabrekkuni, er nú komið so mikið áleiðis, at hillaskipanin verður sett upp. Sjálv hillaskipanin er framkomin, men tílíkt er neyðugt, um skjølini skulu liggja trygg og verða lætt atkomulig. Verkætlanin við skjalasavninum er, sum áður nevnt, sett til trý ár og komandi tíðina koma vit ivaleyst at hoyra meira um arbeiðið við skjalasavninum og teirri atknýttu granskingini. 7.2 milliónir verða í 2018 settar av á fíggjarlógini til fiskivinnuroyndir. Eftir ætlan skal tann upphæddin vaksa við einari millión í 2019. Fiskivinnuroyndir hevði framløgu á Hotel Føroyum í dag. Hetta er 10. ferð, at framløgan er, har verkætlanarleiðarar greiða frá og siga, hvat er komið burturúr. Á skránni vórðu nógvar framløgur og tær spentu ógvuliga víða frá trollemmum til útbreiðslu av blálongu undir Føroyum. Seinastu 10 árini eru 130 verkætlanir stuðlaðar úr Fiskivinnuroyndum og Eilif Gaard sigur, at hóast allar verkætlaninar ikki hava flutt nakað ítøkiligt, so hevur stuðulsskipanin flutt vinnuna framá. Endamálið hjá Fiskivinnuroyndum er breitt og dentur verður lagdur á at veita stuðul í breiðastu merking, ið kann flyta vinnuna framá. Landsstýrið hevur sett ein nýggjan grunn á stovn, ið eitur Fiskivinnugrunnurin. Endamálið við honum líkist nógv tí hjá Fiskivinnuroyndum, og hann skal millum annað eisini verða við til at menna fiskvinnuna í Føroyum. Hóast tað enn er ógreitt, hvørt tað verður tørvur á skipanini Fiskivinnuroyndir, tá Fiskivinnugrunnurin er komin at koyra, so heldur Eilif Gaard tað verða positivt, at enn størri fokus verður lagt á gransking og menning í fiskivinnuni. Bjarni Vestergaard skipar Der hersked en konge i Østerdal, Sumbingar kvøða. Suðuroyar norðara Dansifelag kvøðir Tróndarkvæði, Levi Niclasen skipar. Ud fra Drammen er vísa, sum sumbingar kvøða og sum Betty Poulsen skipar.Jens Kristian Jacobsen skipar Herr Sinklar í Jómsvíkingum. Og at enda skipar Hargin Joensen Sigmundskvæði nýggja í dansi í Sumba. Regin Eikholm skipar Hin Føroyski dansurin. Luvík við Stein skipar Engang det sig hændte í Eysturoyar Dansifelag. Bjarni Mohr skipar Flóan Bænadiktsson í dansi á Bryggjubakka. Í dansi á Bryggjubakka kvøddu tey eisini Blakman konge, Poul Eide skipar. inasta upptøka, útvarpið hevur við Gunnar á Líðarenda, er í Suma, Hargin Joensen skipar. So telja vit jólini saman við sumbingum Albert Djurhuus skipar Bjerget ligger langt ude i skoven, Rottujól og Mær gav Santa Mortan. Og at enda skipar Ludvík Johannesen, Luddi í Dali, Sig mig Santa Simeon. At Hummarafelagið kennir seg trongt til síðis av alivinnuni, og hóttir við at fara í rættin við einum endurgjaldskravi uppá slakar 50 milliónir krónur, fyri mist rættindi, kann Vinnunevndin einki gera við, tí tað er landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, sum letur hummaraloyvini og landsstýrismaðurin í vinnumálum, sum umsitur alivinnuna. Tað sigur Bjørt Samuelsen, forkvinna í Vinnunevndini, sum hevur fingið eitt hvassorðað hoyringarskriv frá Hummarafelagnum, nú nevndin umrøður nýggju alilógina. Hummarafelagið vísir í skrivinum á, at hummari er fiskaður síðani í 1947, og síðani í 1982 er fiskiskapurin ásettur í kunngerð, tann seinasta er frá 2014, tá loyvini fóru úr 50, niður í 40 loyvir. Samstundis er ásett, hvussu nógv kann fiskast í ymsu økjunum. Felagið vísir eisini á, at hummarafiskiskapurin er minkaður við næstan einari helvt síðani í 2001, og at vaksandi alivinnan er orsøkin til tað. Hummarafelagið hevur verið í Vinnunevndini og greitt frá sínum sjónarmiðum. Nú fer Vinnunevndin at umrøða hoyringarsvarið, men forkvinnan í nevndini, Bjørt Samuelsen, vil ikki svara beinleiðis, um hon heldur tað vera rímiligt, at hummaraveiðan má minka so nógv í mun til alivinnuna. Sambært Hummarafelagnum er royndin eftir hummara minkað við næstan eini helvt frá 2001 til 2016. Tað svarar til næstan 47 milliónir krónur, vísir ein uppgerð hjá felagnum, sum hevur fingið tøl til vega frá bæði Havstovuni og frá Hagstovuni. Tí heldur felagið, at landsstýrismaðurin menninir áttu at komið til sættis við Hummarafelagið um endurgjald. Endurgjaldið kundi verið munurin ímillum tað, sum nú verður fiskað og tað, sum kvoturnar av hummara hava verið seinastu nógvu árini. Hummarfelagið sigur seg hava verið við til at fáa eina semju í lag fyri Sunduni Norður ímillum loyvishavarar á staðnum og Marine Harvest, sum báðir partar eru væl nøgdir við. Og landstýrismaðurin skal í minsta lagi bera so í bandi, at um økir verða tikin burtur av hummaraleiðum til alivirksemi, skal fult endurgjald verða latið til teir, sum fáa tap av avgerðini, sigur Hummarafelagið millum annað í hoyringsskrivinum. Hummarafelagið hevur eisini fleiri aðrar viðmerkingar, millum annað um at alifeløgini fara langt útum tey økir, sum tey hava fingið loyvi til at ala á, at alifeløgini ikki eiga at hava loyvi til at kanna sítt egna virksemi, og so sigur felagið eisini, at umhvørvisverndarlógin er alt lítið ítøkilig 84 ára gamli Niclas Akraberg Poulsen, ið er føddur og uppvaksin í Akrabergi, greiðir frá ymiskum spennandi søgum og hendingum í heimbygdini. Pápi hansara var vitapassari og bygdi hús her og síðani gjørdist hann vitameistari. Niclas greiðir millum annað frá ymiskum minnum frá krígsárunum. Sumbingurin Hans Petur Kjærbo, sum býr í Vági, hevur eisini verið nógv í Akrabergi. Hann hevur arbeitt við vitarnar í Føroyum í 38 ár og tað ger hann framvegis. Eitt tíðarskeið var hann burturav í Akrabergi. Saman við konu og børnum hevur Hans Petur eisini í nøkur ár búð í vitameistarahúsunum her. Magnus Jensen úr Sumba hevur nógv góð minnir úr Akrabergi, her hann er føddur og parvís vaksin upp. Í átta ár var hann eisini ein av vitapassarunum. Regin Mohr Mortensen frá Føroya Tele, sum nú er pensioneraður, greiðir frá stóra og dýra millumbylgjusendaranum hjá Útvarpinum, ið nú stendur stillur, tí ein nógv minni og meira framkomin sendari røkir uppgávuna. Tey hava spælt tríggjar ferðir ímóti hvørjum øðrum í landskappingini, Kyndil hevur vunnið ein og VÍF hevur vunnið tveir. 11.10.2016 VÍF Kyndil 26 21 11.01.2017 Kyndil VÍF 32 29 14.01.2017 Kyndil VÍF 15 21 Kringvarpið vísir finaluna beinleiðis, og aftaná verður mansfinalan víst beinleiðis. 13.20 Kyndil VÍF kvinnur 15.50 Kyndil H71 menn Tað verður sett í flúgving í fyrsta ársfjórðingi í 2019, og kemur aftrat teimum báðum Airbus flogførunum, sum Atlantsflog eigur frammanundan. Nýggja flogfarið verður útgjørt við framkomnu navigatiónstøknini hjá Airbus, ið seinastu árini hevur bøtt munandi um reglusemið hjá felagnum til og úr Vágum. Síðani er rutunetið nógv víðkað, og felagið flýgur nú eisini til Billund, Aalborg, Bergen, Reykjavíkar, Edinburg, Barcelona, Mallorca, Lissabon, Malta og Gran Canaria. Lægra tilboðið er frá Roxel AS, har føroysku fyritøkurnar, EL Service og LM Electric, eisini eru við. Tað er 146,7 milliónir krónur. Fyri at fáa fíggingina til báðar tunlarnar til vega í 2016, meðan fíggingarmøguleikarnir vóru góðir, og rentan lág, vóru bara tunlarnir bodnir út. Tunnilsfelagið sigur, at tað hevur ikki borið til at fáa projekteringina og útboðið av ravmagns og trygdarskipanunum liðugt fyrr enn nú. Váðin at bíða var ov stórur, og harumframt kundi arbeiðið upp á sjálvt tunnilsarbeiðið byrjað fyrr. Tí varð tunnilsarbeiðið boðið út fyri seg. Vit hava gjørt av at koyra hann frá, men hann veit tað ikki sjálvur, skal ein kelda í stjórnarflokkinum ANC hava sagt við tíðindastovuna. Zuma skal hava biðið um at sleppa at halda fram sum forseti í tríggjar mánaðir aftrat, og at hann tá skal leggja frá sær sjálvboðin. Jacob Zuma legði frá sær sum formaður í ANC í desember. Forsetaskeið hansara er úti næsta ár, men hann er undir stórum trýsti at lata valdið frá sær varaforsetan, Ramaphosa, sum eisini er leiðari í ANC. Enn er eingin almenn fráboðan komin, men flokkurin fer seinni í dag at hava tíðindafund um politisku framtíðina hjá 75 ára gamla, Jacob Zuma, sum verður lagdur undir mutur. 800 ákærur um mutur eru reistar ímóti forsetanum, men hann hevur politiskt órin, og tí hevur Zuma ikki viljað lagt frá sær sjálvboðin. Forsetaskeið hansara er úti næsta ár, men hann hevur verið undir stórum trýsti at lata valdið frá sær varaforsetan, Ramaphosa, sum eisini er leiðari í ANC. Hetta var fyrstu ferð, at H71 var í einari steypafinalu, og tískil eisini fyrstu ferð, at tað eydnaðist hoyvíkingum at vinna kappingina. Sambært dóminum frá 15. mai í fjør hevði ein føroysk fyritøka ikki skyldu til at rinda til ALS av lønarinntøkum í Noregi, sum sambært skattalógini ikki eru at rokna sum A inntøkur. Dómurin staðfestir eisini, at tað samsvarar ikki við norðurlendska sáttmálan um almannatrygd, at fyritøkan slapp undan at rinda arbeiðsloysisgjøld bæði í Noregi og í Føroyum. Í avtalum við Noreg fyri ávísar yrkisbólkar ber tó til at søkja um at sleppa undan at vera tryggjaður í Noregi við teirri fyritreyt, at teir rinda øll sosial gjøld í Føroyum. Skyldan at rinda sosialu gjøldini áliggur bæði løntakaranum sjálvum og arbeiðsgevara hansara, eisini um talan er um útlendskan arbeiðsgevara. Men dómurin í Føroya rætti staðfestir, at neyðug heimild er ikki í ALS lógini at áleggja arbeiðstakarum og arbeiðsgevarum at rinda ALS gjald av slíkum inntøkum í Noregi, sum ikki eru føroyskar A inntøkur. Felagið er, sambært tíðindaskrivi, í øðini um føroyska stigið, sum felagið sigur, er sitt stig tann skeiva vegin í altjóða kappingini um rávøruna. Felagið, sum umboðar eini 550 virki í norska fiskiídnaðinum, sigur, at Noreg og Føroyar eiga sum skjótast at fáa í lag eina avtalu um frían handil við ráfiski. Eydnast tað ikki, eigur Noreg at seta móttiltøk í verk til dømis at seta landingarbann fyri norskan fisk í Føroyum og at seta fiskiveiðiavtaluna millum Noreg og Føroyar úr gildi. Men felagið vil tó ikki krevja av norskum skipum, at tey landa í Noregi. Felagið vil hava frian handil og vil hava eina avtalu við Føroyar um, at føroysk skip sleppa at landa í Noregi. Fyrispurningurin var, um tað er rætt, at bann er sett fyri at landa uttanlands, sigur Rógvi Reinert, aðalstjóri í Fiskimálaráðnum. Hann hevur greitt donsku sendistovuni frá, at so er sambært lógini um sjófeingi. Vilja hummarafiskimenninir hava endurgjald, tí alivinnan trokar teir burtur av hummaraleiðunum, so mugu teir stevna eftir endurgjaldinum. Tað sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður, nú hummarafiskimenninir hava gjørt upp, at teir í hesari øldini hava mist næstan 50 milliónir krónur, tí alivinnan legst á alsamt fleiri hummaraleiðir. Eg dugi illa at fyristilla mær, at teir hava roknað við, at eg fari at útskriva ein kekk uppá 50 milliónir krónur, tí tað geri ikki, sigur landstýrismaðurin í vinnumálum, Poul Michelsen Í hoyringarskrivi til Vinnunevndina siga hummarafiskimenninir, at alivinnan trokar teir burtur frá alsamt fleiri hummaraleiðum, og at teir bert í hesi øldini hava mist úrtøku, sum svarar til næstan 50 milliónir krónur. Nýggja alilógin sum í løtuni er til viðgerðar í løgtinginum, kann betra um møguleikarnar hjá hummarafiskimonnunum, heldur Poul Michelsen, landsstýrismaður. Men hetta eru bara tey, sum Hagstovan veit um. Tað vil siga fólk, sum gistu í gistingarhúsunum, í bóli og bita, íbúð, húsi ella í tjaldi ella húsvogni. Heldur ikki hevur Hagstovan ábendingar um, hvussu nógv hesin gistingarháttur vindur uppá seg og skeiklar myndina av gistingarvinnuni í Føroyum. GG Í innslagnum kann lurtarin møguliga fáa ta fatan, at tað er Búnaðargrunnurin, sum heldur áseyðatalið vera ov stórt. Gunnar Bjarnason, landbúnaðarfrøðingur, vísir á, at hetta er hansara persónliga meining. Í dag er áseyðatalið umleið 70.000 tað heldur Gunnar Bjarnason, landbúnaðarfrøðingur, vera alt ov nógv. Høgni Hoydal, landsstýrismaður í búnaðarmálum er samdur. Gunnar Bjarnason væntar, at í minsta lagi fimm túsund lomb og vaksnir seyðir doyggja í haganum hvørt ár, og at høga áseyðatalið er orsøkin. Bóndin Rói M. Absolonsen á Viðareiði heldur at talið ljóðar høgt, meðan Pætur Bærentsen, bóndi í Kaldbaksbotni, heldur talið er ov lágt sett. Í Vinnumálaráðnum viðurkennir Joanna Djurhuus, sum hevur sitið við nýggjari djóraverndarlóggávu, at tað er torført at skipa seyðahaldið, tá ið vitanin er so avmarkað. Landbúnaðarstevna var í Klaksvík leygardagin, har landsstýrismaðurin legði fram 10 ítøkilig mál fyri landbúnaðin. Eitt av teimum er at minka um áseyðatal og harvið deyðstíttleikan hjá føroyska seyðinum. Eftir at hava roknað aftur og fram nógvar ferðir, er niðurstøðan hjá smápartafelagnum Heildarverki í Fuglafirði, at nýggi skúlin fer at kosta meira, enn kommununan hevur sett av. Tórfinn Nón, stjóri í Heildarverki, sigur, at niðurstøðan hjá felagnum er, at ikki ber til at byggja skúlan fyri 101 millión krónur, sum kommunan ætlar. 83 ára gamli Heindrikur prinsur varð lagdur inn á Ríkissjúkrahúsið 28. januar, eftir at hann hevði verið í Sharm el Sheikh í Egyptalandi. Kongshúsið segði tá, at staðfest er, at prinsurin hevur ein góðkynjaðan svull í vinstra lunga, og hann skuldi í viðgerð fyri lungnabruna. Síðani er heilsan farin at bila, og í juli í fjør boðaði Kongshúsið frá, at eitt heilsufakligt starvsfólk varð sett í starv at hjálpa Heindriki prinsi. Kaj Leo Holm Johannesen, fyrrverandi løgmaður, var seinastu viku í Bretska meginlandinum sum umboðsmaður fyri føroysku fyritøkuna Ravn Watches. Hetta var ein av heimsins størstu ur og smúkkuframsýningum í heiminum og vit hittu nógv áhugaverd fólk, sigur fyrrverandi løgmaður. Og tað at siga, at hann var former Prime Minister of The Faroe Islands lat nógvar dyr upp. Hetta hevur eydnast. Við at leggja skeiðsskránna um, eru neyðugu sparingarnar funnar, og tí er nú avgerð tikin um at upptøka til fulltíðarlestur til master í løgfrøði verður í summar, sum vant, skrivar Setrið á heimasíðu síni. Javnan hoyra vit, at vit eiga at eta minni og røra okkum meir. Men tað eru ikki bara vit menniskju, ið skulu hugsa um mat og rørslu. Sambært Anniku P. Nørspang, djóralækna, eru tað eisini nógv kelidjór í Føroyum, ið viga ov nógv. Djórini fáa ov nógvan og skeivan mat, og hartil fáa tey ikki nóg mikið av rørslu í gerandisdegnum, sigur Annika Nørspang. Umráðandi er, at kelidjórini fáa tað rætta fóðuri. Ein hundur til dømis skal eta gott fóður, ið inniheldur kosttrevjur og nógv protein. Og so er ikki gott, um hundurin fær vanligan døgurðamat, sum eg og tú eta, tí tann maturin inniheldur ikki ta mongdina av proteini, sum hundar skulu hava, sigur Annika P. Nørspang. Í morgunsendingini greiddi hon frá um kelidjór og ovurfiti, umframt at hon svaraði spurningum frá lurtarum. Hvat eyðkendi vesi viðurskiftini fyrr, hvussu var at tumla gjøgnum Europa í 60unum, og hvat ger okkum lukkulig Hetta eru nøkur av evnunum, sum feðgarnir báðir Tórir Mikkelsen og Tønnis Mikkelsen práta um í sendingunum Pápi og eg . Talan er um sokallað podcast, sum Tórir Mikkelsen hevur lagt út á youtube. Pápi og eg hava ofta samrøður, sum spenna víða, og hann lovaði mær at taka tær upp, soleiðis at eg kundi hava tær til eftirtíðina, sigur Tórir Mikkelsen um sendingarnar Pápi og Eg . Higartil eru sjey partar gjørdir, og væntandi koma fleiri afturat. Tá eg vaks upp í Vestmanna í áttatiárunum, líktust tey flestu av okkum. Har var tó ein persónur, ið varð fluttur til bygdina, sum tordi at síggja sindur ørðvísi út enn hini. Eg sá sjálvsagt upp til hendan drongin, sum altíð var so smartur í klæðunum, sum eg hevði hoyrt, hann sjálvur seymaði. Og so hjálpti tað sjálvsagt, at hann altíð var so smílandi og blíður. Tá æt hann Robin Ova Tolfsen, men í dag er hann kendur sum Dennis Agerblad. Eg var á kaffisalon í íbúðini hjá Dennis á Vesterbro, ein partur av Keypmannahavn, sum í dag er blivið eitt modernað og ruddiligt stað í mun til, hvat tað var fyri fáum árum síðan. Á vitjanini slapp eg at róta í parykkskuffuni, og vit fóru ein túr aftur í barndómin í Vestmanna, inn í listina, inn í dragheimin og inn í tær avbjóðingar, lívið kann hava. Men mest av øllum flentu vit og fegnaðust um teir litir, lívið hevur, tá tað útfaldar seg. Í gjár avlýsti Strandferðslan siglingina hjá Smyrili ígjárkvøldið orsakað av tøkniligum breki. Í dag avlýsir Strandferðslan aftur siglingina hjá Smyrili í morgin ári hesa ferð fyri veður. Vegna sera vánaliga veðurforsøgn í morgin 14. februar, verður túrurin klokkan 08 30 av Tórshavn og kl.11 00 av Tvøroyri ikki sigldir, stendur at lesa á heimasíðuni hjá Strandferðsluni. Tematýsdagurin í Nón hesaferð lýsir ymsar føstusiðir og siðvenjur í Føroyum, innan kirkjugátt og í verðsliga lívinum. Vit leggja fyri við at lýsa nøkur av teimum orðunum, sum knýta seg at føstuni, tá ið Anfinnur Johansen, lektari í málfrøði, kemur at tosa um eitt nú langaføstu, grýlur, øskumikudagar og dimbuldagar. Hvønn týdning hevur føstan í dag og hvørjir siðir eru tengdir at føstuni Tað greiðir gudfrøðingur Armgarð Arge frá. Føstan er upprunaliga ein katólskur siður, sum formliga byrjar øskumikudagin. Fyrst í seinna tímanum vitja vit Mariukirkjuna í Havn, har systir Maria gevur okkum innlit í, hvussu katolikkar í Føroyum halda føstu. Pínslasøga várs Harra Jesu Krists, er ein av prædikutekstunum til føstuguðstænasturnar í fólkakirkjuni. Tað serliga við hesum teksti er, at hann stendur ikki í bíbliuni, men er tó góðkendur sum prædikutekstur. Hvat er hetta fyri tekstur Tað greiðir lektarin í kirkjusøgu, Jákup Reinert Hansen, frá. Dansað verður ikki í føstu, men nógvir siðir eru knýttir at dansinum upp undir føstu, eitt nú at telja jólini. Jóannes Johannesen í Dali greiðir frá siðum í sambandi við dans upp undir føstu. Nón vitjaði systir Mariu í Mariukirkjuna fyri at fáa eitt innlit í, hvussu fransiskanarsystrarnar og katolikkar í Føroyum halda føstu. Tað snýr seg millum annað um, hvussu tú livir títt kristna kall. At loysa seg frá tí, sum tú ert bundin at. Og brúka orkuna til at hjálpa øðrum. Føstan er gomul katólsk siðvenja. Hjá katólsku kirkjuni í Havn byrjar føsta í dag, øskumikudag. Leygardagin løgdu teir seks, ið manna bátin, Edmund Berg, Jákup Jacobsen, Jógvan Clementsen, Niclas Olsen, Alex Dumbrava, Isaac Giesen frá landi í Portimao í Portugal við kós móti Miami við einum steðgi í Kuba. Skal tað eydnast teimum at seta heimsmet, so skulu teir rógva 8000 kilometrar uppá 60 dagar. Hetta er fyrstu fer nakrantíð, at roynt verður at rogva frá europeiska meginlandinum allan vegin til Kuba. Heindrikur prinsur gjørdist sjúkur fyri kortum á feriu í Egyptalandi. Hann varð innlagdur, men var í gjár fluttur á Fredensborg Slot at vera sína síðstu tíð. Løgtingið fer at viðgera uppskotið hjá Miðflokkinum um at broyta kommunustýrislógina soleiðis, at borgarstjórar eisini kunnu sita í løgtinginum samstundis. Sambært uppskotinum skal tað ikki vera ein meiriluti í einum kommunustýri, sum skal gera av, um ein borgarstjóri í fullum starvi kann røkja annað fólkavalt starv. Og tingið skal viðgera uppskotið hjá tingfólkum úr Sambandsflokkinum, Fólkaflokkinum og Miðflokkinum um tunlarnar norður um Fjall í Norðoyggjum. Uppskotið er, at P f Norðoyatunnilin fær rætt til at fyrireika og forprokjektera vega og tunnilsgerð millum Klaksvík og Árnafjørð og millum Árnafjørð og Norðtoftir. Atkvøtt verður um tvey mál. Annað er uppskotið hjá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, um at seta í gildi fyri Føroyar ávísar broytingar í lógini um Fíggjarligt støðufesti. Tað uppskotið verður samtykt, tí øll í Fíggjarnevndini taka undir við tí. Uppskotið hjá Fólkaflokkinum um at geva kommununum loyvi til hækka botnfrádráttin verður væntandi felt, tí meirilutin í Fíggjarnevndini, umboðini hjá samgonguni og Kristin Michelsen, mæla frá at samtykkja uppskotið. Hann spyr eisini, hvat endamálið er við hoyringunum, sum Føroyar eru til hjá ST stovnum, og um tað er eitt krav, at vit skulu til hesar hoyringar. Í Steymoynni vaks tað 2,2 prosent, í Eysturoynni 1,8 prosent, í Norðoyggjum 1,2 prosent og í Tórshavnar kommunu vaks fólkatalið 1,1 prosent í 2017. Tað er venjarin frá Atletico Madrid, Carlos Garcia Cuesta, sum sunnudagin 25. februar, skal halda skeið fyri føroyskum fótbóltsvenjarum. Sunnudagin 25. februar fer Atl tico Madridvenjarin Carlos García Cuesta at halda skeið um menning av ungdómsleikarum, frá U13 til U18. Hann fer at leggja fram sponsku uppfatanina av fótbóltsspælinum og tosa um, hvussu tað fyri hansara viðkomandi sæst aftur í, hvussu venjing við ungum leikarum verður løgd til rættis. Skeiðið verðuru í B36 húsinum. Við eru føroyingarnir Edmund Berg, Jákup Jacobsen, Jógvan Clementsen og Niclas Olsen, og so er ein rumeni, Alex Dumbrava, og ein nýsælendingur, Isaac Giesen. Við eru føroyingarnir Edmund Berg, Jákup Jacobsen, Jógvan Clementsen og Niclas Olsen, og so er ein rumeni, Alex Dumbrava, og ein nýsælendingur, Isaac Giesen. Við eru føroyingarnir Edmund Berg, Jákup Jacobsen, Jógvan Clementsen og Niclas Olsen, og so er ein rumeni, Alex Dumbrava, og ein nýsælendingur, Isaac Giesen. Endamálið við lógini er, at banna mismuni á arbeiðsmarknaðinum vegna rasu, húðarlit, átrúnað ella trúgv, politiska áskoðan, kyn, kynsligan samleika, kynsliga sannføring, aldur, brek ella tjóðskaparligum, sosialum ella fólkaeyðkenniligum uppruna. Sambært lógaruppskotinum merkir javnviðgerð, at beinleiðis ella óbeinleiðis mismunur ikki skal gerast á løntakarum, og at serlig atlit skulu takast í mun til barnsburð og familjustøðu annars. Tað er beinleiðis mismunur, um løntakari verður viðfarin verri, enn ein annar hevði verið í samsvarandi støðu vegna orsøk, sum umrødd omanfyri. Um happing sigur lógaruppskotið, at happing er bannað, og at tað áleggur arbeiðsgevaranum at skapa eitt arbeiðsumhvørvi, har happing ikki kemur fyri Happing verður lýst sum eitthvørt slag av óynsktum munnligum ella likamligum atburði, sum verður framdur soleiðis, at viðkomandi vegna tær áðurnevndu orsøkir kennir seg minni verdan, ella lagt verður upp til hóttandi, niðrandi, eyðmýðkjandi ella ódámligt umhvørvi. Tað er kynslig happing, um einhvør munnligur ella likamligur atburður við kynsligum ábendingum verður framdur við tí endamáli ella avleiðing, at viðkomandi kennir seg minni verdan, ella at lagt verður upp til hóttandi, niðrandi, eyðmýkjandi ella ódámligt umhvørvi. Í viðmerkingunum stendur, at lógin í stóran mun fylgir ásetingunum í donsku lógini um forskelsbehandling, men nakað er við íblástri úr lógini um ligebehandling . Javnstøðulógin hevur nakrar avmarkaðar ásetingar, men ein beinleiðis verja móti mismuni manglar, eins og tað manglar ein lóg um javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum. Meginreglur um javnviðgerð og bann mótvegis mismuni av øllum handa slagi eru kjarnuhugtøk í fólkaræðinum, og vísa royndir, at neyðugt er at geva fólki serliga verju mótvegis mismuni á arbeiðsmarknaðinum vegna síni eyðkenni ella frábregði, stendi rí viðmerkingunum. Løgreglan í Ísrael hevur kannað ísraelska forsetisráðharrin, Benjamin Netanyahu, fyri mutur. Kanningarnar eru nú lidnar, og løgreglan mælir til at ákæra forsætisráðharran. Netanyahu vísir øllum ákærum aftur og segði í almennari røðu í gjár, at hann fer at stilla upp aftur, og at hann hevur í hyggju at halda fram við at leiða landið. Annað snýr seg um, hvørt Benjamin Nethayaun hevur fingið dýrar gávur frá vinnuni. Hitt um hann hevur gjørt eina avtalu við eitt tíðindablað um at geva sær jaliga umtalu afturfyri at stuðla einum lógaruppskotið, sum fór at raka kappingarneytan meint. Um tað vísir seg, at útleiðingin elvir til dálking, sum ikki er uttan týdning, kann Umhvørvisstovan krevja, at bøtandi atgerðir verða gjørdar. Prinsurin hevur havt ein góðkynjaðan knykil í øðrum lunganum. Hann varð innlagdur á Ríkissjúkrahúsið og viðgjørdur fyri lungnabruna í januar mánað og fríggjadagin boðaði kongshúsið frá, at støðan varð munandi versnað Undir yvirskriftini Ein fyrikomandi føroyavinur farin, skrivar løgmaður, at Heindrikur prinsur var ein avhildin maður í Føroyum, og at honum tóktist at hugna sær og trívast væl millum føroyingar. Hann sigur víðari, at Ofta var hann fúsur við einari knappari og skemtiligari viðmerking, og altíð vísti hann áhuga fyri føroyskum viðurskiftum. Hetta var árið fyri, at Margreta trúnu arvingi gjørdist drotning. Heindrikur Prinsur var í alt 10 ferðir á almennari vitjan í Føroyum. Altíð við Margretu drotning við sína lið. Seinastu ferð hann var á almennari vitjan í Føroyum var í 2010. Heindrikur prinsur varð føddur í 1934 í Fraklandi. Fyrstu árini búði hann í Vjetnam, tók universitetsprógv í Fraklandi og arbeiddi seinni sum diplomatur í London. Løgmansskrivstovan hevur givið øllum almennum stovnum boð um at flagga í hálvari stong frá í dag til hansara kongaliga hátign verður vælsignaður tann 20. februar 2018. Gunnar Bjarnason, landbúnaðarfrøðingur, hevur víst á, at tað gongur út yvir trygd og heilsu hjá bæði seyði og haga, at seyðurin gongur úti um veturin. Hetta gevur seyðunum betri møguleika at fáa lívd, men tekur eisini hædd fyri, at seyðurin fyrst og fremst er eitt útidjór, sigur Birna Mørkøre Skulu borgarstjórar sleppa at vera løgtingsfólk Tað halda í øllum førum Bill Justinussen og Jenis av Rana, ið hava lagt uppskot fyri tingið, sum skal tryggja, at borgarstjórar, sum eru valdir á ting, altíð kunnu røkja báðar sessirnar samstundis um teir vilja tað. Sambært uppskotinum skal tað ikki liggja í hondunum á meirilutanum í einum kommunustýri sum tað ger nú at avgera, um ein borgarstjóri í fulltíðarstarvi kann røkja annað fólkavalt starv. Bill Justinussen, tingmaður, heldur, at tað er upp til fólkið at avgera, um tey velja ein borgarstjóra í Løgtingið, risini hóast viðkomandi ikki fær røkt bæði størvini til lítar. Tað sum veljarin hevur valt skal til ein og hvønn prís vera galdandi. Annika Olsen, borgarstjóri, heldur, at tað er skerja fólkaræðið at loyva borgarstjórum at sita í Løgtinginum. Sambært henni ber tað ikki til at røkja bæði størvini til lítar samstundis, og tí gerst tað ódemokratiskt, at ein borgarstjóri, sum situr í Løgtinginum, skal taka avgerðir, sum viðkomandi ikki hevur havt tíð at sett seg inní. Norska felagið Sjømat er í øðini um, at føroysk skip ikki longur sleppa at landa uttanlands, sum felagið sigur er eitt stig tann skeiva vegin í altjóða kappingini um rávøruna. Felagið, sum umboðar eini 550 virki í norska fiskiídnaðinum, sigur, at Noreg og Føroyar eiga sum skjótast at fáa í lag eina avtalu um frían handil við ráfiski. Eydnast tað ikki, eigur Noreg at seta móttiltøk í verk, til dømis at seta landingarbann fyri norskan fisk í Føroyum, og at seta fiskiveiðiavtaluna millum Noreg og Føroyar úr gildi. Í samband við at Heindrikur prinsur er deyður, kunnu eisini føroyingar skriva samkenslubrøv. Tað skrivar Ríkisumboðið í tíðindaskrivi. Frá í dag klokkan 13. til og við kórsetininga av Heindriki prinsi tann 20. februar er møguleiki at fara inn á skrivstovuna hjá Ríkisumboðnum, har til ber at skriva samkenslubræv. Ríkisumboðsskrivstovan er opin hvønn dag frá klokkan 10 til klokkan 15. Harafturat verður opið leygardagin tann 17. februar frá klokkan 10 12. Prinsurin vildi sjálvur, at ikki so nógv varð gjørt burtur úr jarðarferðini, og tí verða tað bara familjan og nøkur fá aftrat, sum fara at fylgja, skriva danskir miðlar. Helvtin av øskuni verður stroydd í havið, og helvtin verður latin í eina urnu, sum skal setast niður í garðin á Fredensborg slotti. 12 SØGUR UM at finna, merkja, fáa, geva, líta á, missa, varðveita, tora, trúgva upp á og ynskja KÆRLEIKA. Hetta er í høvuðsheitum tað leikurin Soli Deo Gloria viðger. Eitt so einfalt fyribrigdi sum kærleika, men sum hóast alt ikki er so einfalt. Vit eru á Tjóðpallinum, har tey gera klárt til frumframsýningina, sum verður leygarkvøldið. sync SOLI DEO GLORIA er ein leikur um okkum menniskju í støðum har tørvurin á kærleika er størstur og evnini at elska eru minst. Ein leikur um at vera á lívi og at vera í lívinum. Petur Asmussen skrivaði leikin í 2015, sum Hans Tórgarð hevur týdd til føroyskt. Leikarnar eru Hans Tórgarð, Beinta Clothier, Gunnvá Zachariasen og Allan Dalsgarð. sync Í morgun bórust tíðindini um, at Heindrikur prinsur andaðist 83 ára gamal. Í hesum sambandi, verður sjónvarpsskráin í kvøld og komandi dagarnar eisini broytt. Í kvøld klokkan 19 endursenda vit sendingina Heindrikur prinsur og gull úr eysturlondum ein passioneraður samlari . Sendingin varð send fyri fyrstu ferð í juni í fjør. Klokkan 20.20 í morgin vísa vit sendingina Kongaligt gullbrúdleyp kærleikin og kallið . Margreta drotning og Heindrikur prinsur hildu gullbrúdleyp leygardagin 10. juni í fjør. Í tí sambandi fyldi TV2 hjúnunum í fleiri ár bæði privat og alment. Sendingin frá 10. juni í fjør verður endursend tann 15. februar í sambandi við, at Heindrikur prinsur andaðist týsdagin 13. februar. Kringvarpið hevur gjørt kanningina í sambandi við nýggju sjónvarpsrøðina Gud signi Føroyar . Kanningin er gjørd í samstarvi við greiningarfyritøkuna Lóður. Hon varð gjørd á sumri í 2017, og 532 tilvildarliga vald fólk ímillum 15 og 75 ár luttóku. Ein av spurningunum snýr seg um, hvussu nógvir føroyingar trúgva á ein Gud ella hægri mátt. Spurningurin í kanningini ljóðaði soleiðis Tann størsti bólkurin á 54 prosent svaraði, at tað finst ein persónligur Gud. 27 prosent svaraðu, at tað finst ein hægri makt. 7 prosent svaraðu, at tey ikki vistu, hvørjum tey skuldu trúgva. 10 søgdu seg ikki trúgva uppá nakran persónligan Gud ella nakra hægri makt. Og tvey prosent søgdu seg ikki vita. Leggja vit tølini saman, so svara umleið 80 prosent av føroyingum, at tað finst antin ein persónligur Gud ella ein hægri makt, og umleið 20 prosent siga seg antin ivast ella siga seg ikki trúgva á nakra hægri makt ella nakran persónligan Gud. Kanningin avdúkar eisini stórar munir ímillum økini í Føroyum. Í Norðoyggjum og í Eysturoynni svara í meðal 71 prosent, at tað finst ein persónligur Gud. Fyri høvuðsstaðarøkið er hetta talið nógv lægri. Her svara bara 44 prosent, at tað finst ein persónligur Gud. Fyri restina av landinum er hetta talið 48 prosent. Akademiska umhvørvi og fiskivinnan skal í felag granska og nýskapa fiskivinnuna, og íslendingar eru bidnir um at leggja okkum lag á at fáa nýggja Fiskivinnugrunnin til verka. Kravda samstarvið millum háfloygdar akademikarar og praktisk vinnulívsfólk hevur avbjóðingar, men tá fiskimaðurin og frøðingurin taka lógvatak, fáa vit nýmenning, sigur millum annað Tórheðin Jensen, umsitingarleiðari í Varðanum, sum skjótt verður doktari í samspælinum millum praktiska og bókliga vitan. Livandi dømi um ítøkiligt úrslit, tá praktisk vinnulívsfólk og meira háfloygdir akademikarar samstarva, er ein nýggj línuskipan. Jeffri Johannesen, sølustjóri á Oilwind greiðir frá samstarvinum við ágrýtnan línumann, sum er endað sum frambrot á marknaðinum í Oman, har arabiskir línumenn nú effektivisera við føroyskari tøkni. Og so er tað staðfest í kanning, at átrúnaður spælir nógv størri leiklut fyri norðoyingar og eysturoyingar sum heild, enn fyri fólk aðrastaðni í landinum Luttakarar Høgni Hoydal, landsstýrismaður Sveinn Margeirsson, stjóri í Matís Tórheðin Jensen, umsitingarleiðari í Varðanum Jeffri Johannesen, sølustjóri í Oilwind Heini í Skorini, dokumentaristur í KvF Hvat gera føroyskar samkomur fyri at vaksa seg stórar og sterkar Hví hevur tað týdning, at menniskju koma til persónliga trúgv á Jesus og leggjast afturat Og í hvønn mun taka føroyskar samkomur støðu til aktuellar politiskar spurningar, sum eyðkenna okkara samtíð Í hesi fyrstu sendingini vitja vit Kelduna í Skálabotni, sum er ein tann størsta frísamkoman í Føroyum. Vit hitta eisini ein mann, sum einaferð var ungdómsleiðari í Kelduni, men sum tók seg úr samkomuni, tí hann var samkyndur. Hví gjørdi hann tað Kann man ikki vera samkyndur og virkin trúgvandi í senn Keldan er ein av trimum sonevndum karismatiskum samkomum í Føroyum. Tann karismatiska rørslan kyknaði í Føroyum sjeytiárunum, tá kirkjufólk rýmdu úr kirkjuni, tí tey tráaðu eftir einum øðrvísi kristindómi, sum ikki kundi rúmast í siðbundnu kirkjuni. Karismatiskar samkomur leggja stóran dent á, at hin trúgvandi kann uppliva heilaga andan persónliga. Læran um sonevndar náðigávur til dømis tungutalu og grøðing er sentral í karismatiskari gudfrøði. Hetta er tann fyrsta av seks sendingum, sum varpa ljós á føroyskan kristindóm í okkara samtíð. Zuma hevur verið undir stórum trýsti, eftir at flokkur hansara, ANC, heitti á hann um at leggja frá sær. Í gjár noktaði Zuma at akta boðunum, men í gjárkvøldið í eini sjónvarpstalu kúvendi hann. Væl brynjað løgreglulið hava rannsakað heimið hjá umstrídda Gupta húskinum í Johannesburg, og trý fólk eru tikin, upplýsir suðurafrikanska løgreglan fyri BBC. Gupta húskið eigur nógvar fyritøkur í Suðurafrika. Húskið er ákært fyri at hava gjørt sær dælt av vinarlagnum við Jacob Zuma, forseta, til tess at fáa politiska ávirkan til síni áhugamál. Á Holmen í Keypmannahavn skjýtur hernaðarløgreglan hjá sjóverjuni og frá kanónunum á Kronborg Slotti í Helsingør skjýtur skotherdeildin í Oksbøl. Í nógv ár hevur Tsvangirai stríðst móti Robert Mugabe, forseta, og stýri hansara, til Mugabe fyri bara fáum mánaðum síðani fór frá. Tsvangirai hevur fleiri ferðir sitið í fongsli fyri stríð sítt móti Mugabe og stjórnarflokkinum Zanu PF. Í fongslinum var hann illa viðfarin og drápsroynd varð framd móti honum. Í 2008 vann Tsvangirai á Mugabe í fyrsta valumfarinum á forsetavalinum, men tá harðskapur varð framdur móti teimum, sum í næsta valumfari fóru at velja Tsvangirai, avgjørdi hann at taka seg aftur sum valevni í øðrum valumfari. Eftir drúgvar samráðingar skipaðu Tsvangirai og Mugabe stjórnarsamstarv, og Tsvangirai gjørdist forsætisráðharri frá 2009 til 2013. Meginpartin av tíðini hevði hann lítla og onga ávirkan. Meðan hann var forsætisráðharri gjørdist hann víðagitin ella minni dámdur, fyri litríka kærleikslív sítt. Og tað vóru gølur í sambandi við kærleikslívið, sum gjørdu, at Tsvangirai tapti valið í 2013. Seinastu tíðina hjá Tsvangirai hevur flokkurin hjá honum, MDC, verið merktur av innanhýsis stríði. Og stundum bæði láturligt og grátuligt var tað eisini, tá ymiskir varalimir kappaðust um at tosa vegna Tsvangirei, um heilsustøðu hansara, og hvørjar ætlanir hann hevði frameftir. Lógin fyri Búnaðargrunnin ásetir, at landsstýrismaðurin í Fiskivinnu og landbúnaðarmálum velur fýra stýrislimir, harav tveir teirra skulu veljast eftir tilmæli frá Bóndafelagnum og Óðalsfelagnum. Síðani velir stýrið sjálvt fimta stýrislimin, sum skal vera løgfrøðingur ella búskaparfrøðingur. Eisini er ásett, at hesin fimti stýrislimurin skal ikki starvast í landsfyrisitingini ella á stovni undir landsstýrinum. Landsstýrismaðurin valdi Rannvu Bjarkadóttir Magnussen og Unu Joensen í Stýrið fyri Búnaðargrunnin. Símun Gullaksen er valdur í stýrið eftir tilmæli frá Bóndafelagnum og Rani Slættanes eftir tilmæli frá Óðalsfelagnum. Í løtuni eru ikki ítøkiligar ætlanir um at tryggja kvinnum og monnum somu løn fyri sama arbeiði enn longu verður gjørt í javnstøðulógini. Endamálið við verkætlanini er at greina lønarhagtøl og fáa størri vitan um føroyska arbeiðsmarknaðin, sigur Henrik Old, landsstýrismaður, í svari til Katrina Kallsberg, løgtingskvinnu. Til dømis skal greinast, hvussu nógvar tímar føroyskir løntakarar arbeiða, hvussu nógv ein tími kostar, og hvussu nógv yvirtíð og ískoyti kosta. Tá hendan verkætlanin er liðug, verður væntandi greitt, um framvegis er lønarmunur millum kynini á almenna arbeiðsmarknaðinum í Føroyum. Og um so er, at munur er á lønini hjá kvinnum og monnum fyri sama arbeiði, fer væntandi at bera til at síggja, hví so er, tá verkætlanin er liðug. Um løntakari verður uppsagdur ella á annan hátt verður fyri vanbýti, tí viðkomandi hevur kravt lønarmunin ella aðrar ágóðar, skal arbeiðsgevarin rinda samsýning, sum í mesta lagi svarar til løn í 20 vikur. Tað sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður. í svari til Jógvan á Lakjuni, løgtingmann, sum spurdi um samskiftið millum Føroyar og ST. Poul Michelsen sigur í svarinum, at vit hava sjálv avgjørt at taka undir við ST sáttmálunum á mannarættindaøkinum og hava harvið bundið okkum til at samskifta við ST um hesi viðurskifti. Tað kann kanska tykjast margháttligt, at nevndir við umboðum úr minni framkomnum londum enn Føroyar geva føroyskum myndugleikum góð ráð. Jógvani á Lakjuni, løgtingsmaður, spyr millum annað, um hvørjir serfrøðingar hjá ST eru, sum hava hava mælt Føroyum til, at lógin um fosturtøku eigur at verða dagførd soleiðis, at gentur í Føroyum fáa somu atgongd til trygga og lógliga fosturtøku, sum gentur í meginlandinum, Danmark. Tey eru úr Togo, Barain, Marokko, Spania, Monako, Russlandi, Tunesia, Sambia, Egyptalandi, Etiopia, Sámoa, Japan, Uruguai, Venesuela, Noregi, Suðurafrika, Bulgaria og Eysturríki. Longda freistin, sum Vinnunevndin hjá løgtinginum fekk frá løgtingsformanninum at gera seg lidna við uppskotið um veiðigjald, var ov stutt. Fiskivinnunýskipanin og onnur mál og jólafrítíðin gjørdu, at Vinnunevndin bað um longri tið enn ein mánað at viðgera uppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni. Í kvøld senda vit fyrsta part av nýggju sendingin Gud signi Føroyar, ið varpar ljós á átrúnað í Føroyum. Fyrsti partur snýr seg um Kelduna í Skálafirði, og Arna Klein Abrahamsen, sum var ungdómsleiðari í Kelduni, til hann kom út sum samkyndur. Heini í Skorini er maðurin handan sendingina, og hann sigur seg vilja vísa tey ymsu andlitini, sum kristindómurin í Føroyum hevur. Góðan Morgun Føroyar prátaði við Heina í Skorini um sendingina, og samrøðuna hoyrir tú her . Venjarin hjá Viking, Bjarne Berntsen vil tó ikki vátta tíðindini, tá Aftenposten spurdi hann, um teir royna at fáa føroyingin í sín hóp. Molde keypti í desember 2016 Sonna Ragnar Nattestad frá íslendska FH, men stutt eftir fekk hann ein álvarsaman skaða í aðra hælsinuna. Kringvarpið hevur spurt Birgir Hansen, sum er venjari hjá kvinnuliðnum hjá Neistanum og hondbóltsviðmerkjari, hvat hann væntar av steypafinalunum í hondbólti. Skal skattapolitikkurin broytast, skal tað gerast sum ein heild, sigur Kommunufelagið, og ikki bara við at geva kommununum eittans amboð, Men kommunustjórarnir fara at viðgera málið á fundi í morgin og borgarstjórarnir næsta fríggjadag aftur, sigur stjórin í Kommunufelagnum, Eyðun Christiansen. Tað var orðingin í álitinum frá meirilutanum í Fíggjarnevndini um, at meirilutin hevur ta fatan, at kommunurnar hava avmarkaðan áhuga fyri at áseta botnfrádráttin í skattinum sjálvar, sum fekk tingfólk at skjóta upp at beina málið aftur í nevnd. Eyðun Christiansen sigur, at onkur kommuna vil uttan iva sleppa at stýra botnfrádráttinum sjálv. Men kommunurnar eru ikki samdar um tað. Kommunustjórarnir og bogarstjórarnir fara eisini at viðgera uppskotið hjá Fólkaflokkinum um at geva kommunum loyvi at lata foreldrum pengarnar, sum fara til barnaansing, um tey vilja ansa børnunum heima. Eg havi gjørt eina avtalu við samgonguna umvegis løgmann um hatta uppskotið, og eg gangi út frá, at samgongan ætlar sær at halda tær avtalur, tey hava gjørt. Eg havi hildið mínar avtalur, sigur Sonja Jógvansdóttir í viðmerking til forkvinnuna í fíggjarnevndini, Ruth Vang, sum í gjár ikki sá stórvegis framgongd í málinum um fakfelagsgjaldið. Sonja Jógvansdóttir heldur ikki at stórvegis trupulleikar eru at finna neyðuga peningin, so uppskotið kann samtykkjast. Eitt nú nevnir hon, at uppskotið kann fíggjast við einum millióningaskatti. Sonja heldur fast um avtaluna, sum hon hevur gjørt, og heldur ikki at uppskotið hevur annað enn alt gott við sær. Hóast útlitini fyri uppskotinum ikki eru av teimum bestu, so vil Sonja Jógvansdóttir ikki hótta meir, tí avtalan er greið, og avtalur skulu haldast, sigur hon. Kristindómurin hevur mong andlit og finst í nógvum útgávum. Endamálið við hesum sendingunum er at kanna tey ymisku andlitini, ella hvussu kristindómurin kemur til sjóndar í ymiskum rørslum. Hetta er eitt viðbrekið evni hjá mær og hjá øllum teimum, sum luttaka í sendingunum, tí átrúnaður og lívsáskoðan er nakað, sum nertir við persónligar kenslur. Og tað hevur eisini verið ein avbjóðing, sigur Heini í Skorini, sum tó heldur, at tað er neyðugt við eini slíkari sjónvarpssending Eg havi upplivað, at vit eru von við at viðgera og kjakast um politikk, men vit eru ikki líka von at kjakast um átrúna, sigur Heini í Skorini. Sendingin Gud signi Føroyar verður víst í Kringvarpinum eftir Dag og viku í kvøld klokkan 19.20. Somuleiðis ber til at síggja hana á kvf.fo Amerikanarar hava sítt bíbliubelti og vit føroyingar hava eisini okkara. Sjálvandi er hetta heitið óformligt, men talan er um greitt definerað landaøki, har sosialt konservativur kristindómur spælir stóran leiklut, bæði í samfelagi og í politikki. Hóskvøldið tann 15. februar verður nýggja sendingin um átrúnað í Føroyum send í sjónvarpinum. Afturat meginsøguni, sum verður søgd úr mongum ymsum sjónarhornum, so hevur Heini í Skorini eisini fingið stóra spurnarkanning um átrúnað gjørda. Ein spurnarkanning sum millum annað staðfestir tað, mong hava vitað frammanundan, at sum heild eru fólk í Eysturoynni og í Norðoyggjum meira trúgvandi enn í miðøkinum, og at hesin landafrøðiligi munurin er gjøgnumgangandi í øllum spurningunum, sum settir verða. Radarin hevur roynt at fingið hendur á hesi kanningini, men tað hevur bara eydnast okkum at fáa ein lítlan part av henni. Heini í Skorini og Hans Petur Hansen vilja ikki hava alt fortalt, áðrenn sendirøðin verður send. Óli P ella Óli Petersen av Skála er kendur fyri sín speirekandi blýant, og tekningarnar hjá honum hava verið í Sosialinum, á Portalinum og seinastu árini á Vágaportalinum. 82 ára gamli Óli P fær framvegis fólk upp úr stólinum við sínum tekningum, hóast tað er farið at ganga skeiva vegin, tí nú er sjónin farin at bila. Við báli, dómi og fanansskapi. Tað er yvirskriftin hjá Kinnu Poulsen á listaportalinum um fyrstu útgávuna hjá bólkinum, Svartmálm. Í skikkjum, við málaðum andlitum og huldum røddum lata tveir av limunum í Svartmálmi, Pest og Deyði, dyrnar upp til ein dapran, myrkan og ikki minst gátaføran tónleikaheim. Seinastu fýra árini hava ongi børn gingið í skúla í Tjørnuvík, men fyri tað verða skúlin og lærarabústaðurin, sum vit vitja í dag, brúkt dúgliga. Noomi Káradóttir Rasmussen, trivnaðarsamskipari í Sunda kommunu vísir runt í bústaðnum, Heðin Zachariasen greiðir frá, hvussu hetta tilboðið bleiv til og Asbjørn Djurhuus, sum býr í Tjørnuvík, fortelur, hvussu tjørnuvíkingar hava tikið í móti listafólkunum. Kringvarpið samsendir við danska sjónvarpi, tá kistan við Heindriki prinsi verður flutt úr Amalienborg í slotskirkjuna á Christiansborg, har prins Heindrikur skal kórsetast tann 20. februar. Donsku vertirnir, Natascha Crone og Morten Ankerdal, fylgja og viðmerkja tilburðin saman við Ullu Terkelsen, korrespondenti, og Hans Engell, viðmerkjara. Áðrenn hetta sendir Kringvarpið serstaka portrettsending um prins Heindrik, sum TV2 hevur framleitt í samband við, at prinsurin andaðast tann 13. februar 2018. Flestu fólk kendu hann sum farvuríka, franska ískoyti til danska kongshúsið. Men fyrst og fremst var prins Heindrikur maðurin, sum hjálpti hustrú síni at gerast ein dugnalig drotning. Í gjár boðaði Jacob Zuma, forseti, frá, at hann legði frá sær, og leiðandi hægstarættardómarin las umbønina frá Jacob Zuma um at verða loystur úr forsetaembætinum, áðrenn atkvøtt varð í tinginum. Eg havi tænt fólkinum í Suðurafrika eftir besta førimuni, segði 75 ára gamli Jacob Zuma, sum í fyrstu syftu sýtti fyri at leggja frá sær. AFP tíðindastovan skrivar, at suðurafrikanska løgreglan hevur givið boð um at handtaka Ajay Gupta, sum er ein av trimum brøðrum í einum húski í Suðurafrika. Gupta húskið verður sett í samband við fleiri mál um mutur, sum fyrrverandi forsetin, Jacob Zuma, eisini er undir illgruna at hava verið uppií. Eyðfinn Magnussen, lívfrøðingur á Fróðskaparsetrinum og seyðaáhugaður, sigur, at tað er torført at skera yvir ein kamb í kjakinum um áseyðatalið í Føroyum. Ei heldur vita vit, hvussu nógvur seyður verður flettur um árið, og hvør miðalvektin á lombunum er. Tað eigur eisini at fáast upp í kjakið, at tað eru fleiri viðurskiftir, ið gera seg galdandi í mun til økini í landinum. Umhvørvisstovan hevur eitt kort, ið vísir hvussu stórt áseyðatalið er í teim ymsu pørtunum í landinum. Kortið vísir, at talið er hægst í Suðuroynni, Sandoynni og í pørtum av Eysturoynni. Talið er lægri í Vágum, Streymoynni og í Norðoyggjum. Kortið er uppgjørt í áseyðatali fyri hvønn ferkilometur og áseyðatali fyri hvørja mørk. Eyðfinn Magnussen sigur, at tá onkur økir hava eitt lægri áseyðatal enn onnur, so kann lendið spæla ein stóran leiklut. Um grasið fekk frið, so vaksa tað betur og gav meira frá sær. Tað er tó ikki staðfest, um tað hjálpir at lækka áseyðatalið, og møguliga kundi trupulleikin verið loystur við at royna eina skipan við skiftisbeiti í haganum, heldur hann. Síðani á sumri 2014 hevur gamli skúlin í Tjørnuvík verið brúktur sum listafólkabústaður. Nógv listafólk bæði føroysk og útlendsk hava nýtt høvi til at búgva í skúlanum, meðan tey hava arbeitt við síni list. Noomi Káradóttir Rasmussen vísir okkum runt í gamla skúlanum. Í skikkjum, við málaðum andlitum og huldum røddum lata limir í bólkinum, Svartmálm, dyrnar upp til ein dapran, myrkan og ikki minst gátaføran tónleikaheim. Og vit vitja eisini 82 ára gamla Óla P, sum framvegis fær fólk upp úr stólinum við sínum tekningum, hóast sjónin nú er farin at bila. Maðkur, mykja, trimpil, betong og madrassa eitur nýggj siðasøgulig bók, sum Jóan Pauli Joensen, fólkalívsfrøðingur gevur út. Heindrikkur prinsur andaðist í gjár. Í hesum sambandi gera vit í fyrratímanum eitt miniportrett og spæla nøkur løg, sum prinsgemalurin hevur gjørt saman við Claude Chichon. Og í seinna tímanum kjakast Annita á Fríðriksmørk, Helgi Abrahamsen og Georg L. Petersen um kongshúsið og Heindrikk prins. Hósdagsgesturin er Páll Isholm, sum herfyri gjørdist ársins almenni leiðari. Og so er prikið frá Jákupi Veyhe eisini við fyri fyrstu ferð í Nón. Hvat gera føroyskar samkomur fyri at vaksa seg stórar og sterkar Hví hevur tað týdning, at menniskju koma til persónliga trúgv á Jesus og leggjast afturat Og í hvønn mun taka føroyskar samkomur støðu til aktuellar politiskar spurningar, sum eyðkenna okkara samtíð Í fyrstu sendingini vitja vit Kelduna í Skálabotni, sum er ein tann størsta frísamkoman í Føroyum. Vit hitta eisini ein mann, sum einaferð var ungdómsleiðari í Kelduni, men sum tók seg úr samkomuni, tí hann var samkyndur. Hví gjørdi hann tað Kann man ikki vera samkyndur og virkin trúgvandi í senn Keldan er ein av trimum sonevndum karismatiskum samkomum í Føroyum. Hvat gera føroyskar samkomur fyri at vaksa seg stórar og sterkar Hví hevur tað týdning, at menniskju koma til persónliga trúgv á Jesus og leggjast afturat Og í hvønn mun taka føroyskar samkomur støðu til aktuellar politiskar spurningar, sum eyðkenna okkara samtíð Í hesi fyrstu sendingini vitja vit Kelduna í Skálabotni, sum er ein tann størsta frísamkoman í Føroyum. Vit hitta eisini ein mann, sum einaferð var ungdómsleiðari í Kelduni, men sum tók seg úr samkomuni, tí hann var samkyndur. Hví gjørdi hann tað Kann man ikki vera samkyndur og virkin trúgvandi í senn Keldan er ein av trimum sonevndum karismatiskum samkomum í Føroyum. Tann karismatiska rørslan kyknaði í Føroyum sjeytiárunum, tá kirkjufólk rýmdu úr kirkjuni, tí tey tráaðu eftir einum øðrvísi kristindómi, sum ikki kundi rúmast í siðbundnu kirkjuni. Karismatiskar samkomur leggja stóran dent á, at hin trúgvandi kann uppliva heilaga andan persónliga. Læran um sonevndar náðigávur til dømis tungutalu og grøðing er sentral í karismatiskari gudfrøði. Hetta er tann fyrsta av seks sendingum, sum varpa ljós á føroyskan kristindóm í okkara samtíð. Lagt til rættis Heini í Skorini. Tað er niðurstøðan í eini vísindagrein, sum Tróndur J. Kragesteen, phd lesandi á Fiskaaling, hevur skrivað saman Knud Simonsen, granskara á Fiskaaling, og tveimum professarum á Danmarks Tekniske Universitet. Úrslitini vísa, at teir 16 17 dagarnar, sum lúsin livir, frá tí hon verður klakt, til hon má finna sær ein vert, kunnu aliøkini meira og minni bera smittuna millum sín. Samveldisløgreglan, FBI, fekk eina fráboðan um, at ein brúkari á Youtube, sum nýtti navnið Nikolas Cruz, hevði lagt eitt video brot á heimasíðuna. Ein hoyring hevur verið í fregnartænastunevndini hjá amerikanska senatinum, og har ávaraðu leiðararnir í teimum trimum fregnartænastunum, CIA, FBI og NSA, amerikanarar ímóti at keypa kinesisku telefonirnar, tí tær eru ein vandi fyri trygdina, skrivar CNN. Stjórin í FBI, Chris Wray, segði fyri senatsnevndini, at tað er ein váði at loyva einum felagi, sum hoyrir til eitt fremmant vald, sum hann tók til, inn í undirstøðukervið á telesamskiftisøkinum. Í samband við Valentinesdagin, ið var mikudagin 14. februar, legði deyvafelagsskapurin ein stuttfilm á Facebook vangan hjá síðuni. Stuttfilmurin vísur, hvussu tú sigur eg elski teg á 60 ymiskum deyvamálum. Í dag, tveir dagar seinni, er filmurin sæddur yvir 150.000 ferðir. Tað fyrsta málið, ið verður víst, er føroyska deyvamálið. Tað er føroysk argentinska Annabella Højgaard, sum vísir, hvussu eg elski teg verður sagt á føroyskum deyvamálið. Tað var ein prestur í Skotlandi, sum í roynd og veru hjálpti mær at koma úr skápinum og vera opin um mín samkyndleika, sigur Sonja Jógvansdóttir, sum í sambandi við útbúgving búði í Skotlandi síðst í 90unum. Har bar væl til at vera aktivur kirkjugangari, tí spurningar blivu als ikki settir við seksuella samleikan hjá teimum, sum komu í kirkjuna, sigur Sonja Jógvansdóttir, sum eftir eina tíð í Skotlandi bleiv deknur í kirkjuni. Tað var púra natúrligt og als ikki nakað, sum var relevant at tosa um. Eg var deknur har, og eingin setti spurnartekin við mín seksuella samleika, sigur Sonja Jógvansdóttir. Í morgunsendingini fortaldi Sonja jógvansdóttir, hvussu tað er torførari at sameina samkyndleika og eitt virkið trúðarlív, tá mann býr í Føroyum. Í 31 kommunum eru allir skúlar og barnagarðar stongdir í royndini at basa beinkríminum. Harafturat verður mett, at umleið helvtin av allari arbeiðsstyrkini í landinum liggur heima sjúk, sigur Jóannes Hansen. Eg havi júst verið í Føroyum og etið nógv av góðum føroyskum mati, og eg ivist ikki í, at tað hevur góða ávirkan á mótstøðuførið, sigur Jóannes Hansen. Katla Heðinsdóttir er filosoffur. Hon hevur verið í Føroyum og hildið fyrilestur um at mynd krevur samtykki . Fært tú eina mynd ella hevur eina mynd, so mást tú spyrja viðkomandi um loyvi at senda hesa víðari. Munnligt samtykki er eisini bindandi. Nógvir socialir pallar eru og tøknin kann almikið. Men vit mugu vanda okkum um, hvussu vit ferðast á netinum og ikki gloyma, at aftanfyri skíggjan er eitt menniskja. So ivaleyst er tað í barnauppalingini at nýggja ættarliðið skal kunnast, hvussu vit ferðast sømiligt á netinum. Jens Stoltenberg, Nato aðalskrivari, sigur, at hann gleðir seg at hitta russiska uttanríkisráðharran, Sergej Lavrov, í serliga ráðnum, sum viðger viðurskifti millum Nato og Russland. Síðani Nato Russland ráðið varð skipað í fjør, hava seks fundir verið, og á fundinum í dag fer Jens Stoltenberg at kunna Lavrov um, at Nato hevur økt trygdina í luftini yvir baltisku londunum. Støðan millum Nato og Russland hevur verið spent, síðani Russland legði ukrainsku Krim hálvoynna undir seg, og russisku uppíleggingina í Ukraina. Tað fekk Nato at broyta kós í 2014, tí nú skulu tey trý baltisku londini, Lettland, Litava og Estland, og Pólland tryggjast móti hóttanini eystaneftir. Á einum felags tíðindafundi segði amerikanski uttanríkisráðharrin, Rex Tillerson, at nú verður roynt at fáa viðurskiftini millum bæði londini í rættlag. Støðan millum USA og Turkaland verið spent síðani kvettroyndina í 2016. Turkaland hevur lagt USA undir at hava styðjað kvettroyndina. Støðan er versnað seinastu tíðina, tí Turkaland hevur lopið á kurdiskar deildir, sum samgonguherurin í Sýria, sum USA stendur á odda fyri, styðjar. Umhvørvisvirðislønin verður latin norðurlendskari vinnufyritøku, felagsskapi ella persóni, sum á fyrimyndarligan hátt hevur megnað at fáa atlitið til havið við í sína fyritøku ella virki, ella á annan serligan hátt hevur arbeitt til frama fyri umhvørvið. Norðurlendska dómsnevndin hevur ásett, at í ár er evnið nýggja burðardygga menningarmálið hjá Sameindu Tjóðum fyri 2030, og neyvt er tað lívið í havinum. Havið hevur stóran týdning fyri okkum í Norðurlondum. Tað bindur londini saman, nógv av týdningarmesta tilfeinginum kemur úr havinum, og vit hava eisini stóra farmavinnu. Tí vilja vit verja havið og tað er okkara ábyrgd, sigur Cilia Holmes Indahl, stjóri í Aker BioMarine, og forkvinna í dómsnevndini. Í samband við kavatema í sendingini Nú er leygardagur , var Elin á vitjan í Barnagarðinum Birkilund. Har hitti hon Ann Mari Petersen, námsfrøðing, og spurdi hana, um kavin hevur ávirkan á spælið hjá børnunum. Páll Isholm, sum herfyri gjørdist Ársins leiðari, var hósdagsgestur í Nón. Vit tosa um, hvat góð leiðsla er, og hvørjar fyrimyndir hann hevur havt. Vit tosa eisini um hansara uppvøkstur og ymiskt á leiðini, sum hevur myndað hann sum persón. Vit gera prát við leikstjóran, har hann í stuttum greiðir frá, hvat leikurin snýr seg um. Sakaris Joensen greiðir frá, hvussu hann ger tónleik til leikin í samstarvi við leikstjóran. Felags fyri bæði sjónleikarar og tónleikin er, at kenslurnar verða tamdar ella dempaðar , soleiðis at áskoðarin sjálvur skal skapa sær sínar egnu kenslur. Hoyr innslagið her Torrablót er í hesum døgum. Tað er íslendsk vetrarhátíð, har íslengingar koma saman, eta, drekka og lesa íslendskar bókmentir, ja, snøgt sagt er tað íslendsk mentan, sum verður á breddanum. Hendan hátíðin rakar eisini Sirkus í Vágsbotni. Hoyr Sunnuvu Háberg Eysturstein greiða frá um ølsmakking og smakking av bæði íslendskum og føroyskum mati Hetta vikuskiftið eru eini 80 ung savnað í Norðurlandahúsinum, har tey skulu arbheiða við ymsum, sum tey skulu sýna fram sunnudagin kl 18. Hoyr Birnu Heinesen, fyriskipara, greiða frá um tiltakið Myndugleikarnir kenna seg ikki tryggar við, at telerisin við tilknýti til kommunistiska flokkin bæði eygleiðir og skrásetir, hvat tú gert og hvar tú fert. Uppskotið hjá Helga Abrahamsen um at broyta vallógina varð lagt fyri tingið mikudagin. Enn er óvist, nær tað verður til fyrstu viðgerð. Fýra fólk úr Marokko vórðu í handtikin í Hirtshals í nátt, tá tey royndu at koma inn á havnaøkið har Smyril Line heldur til í Hirtshals. Tað skrivar blaðið Nordjyske. Innflutningurin av brennievni er vaksin 300 milliónir krónur, og kemur hetta bæði av, at prísurin er farin upp, og at størri nøgdir eru innfluttar. Eisini innfluttu vit munandi fleiri. Vit innfluttu akfør fyri hálva milliard krónur í fjør. Tað er 20 meir enn árið fyri. Hetta er tað mesta nakrantíð, sum er brúkt uppá bilar, og samanborið við 2009, tá innflutningurin var í botni, er talan um eina fimmfalding. Fyri at geva fólki uttan fyri høvuðsstaðarøkið sama møguleika at skriva heilsanir, er avtala gjørd við nakarar kommunur um, at kondulancubókin verður liggjandi frammi á kommunuskrivstovuni ella øðrum hóskandi stað í nakrar dagar. Bókin verður liggjandi frammi í Klaksvík 22. og 23. februar, í Runavík 26. og 27. februar og í Vági 1. og 2. mars, sigur ríkisumboðið. Mentamálaráðið minnir á, at almennir stovnar skulu flaggað við hálvari stong, hvønn dag, til vælsignilsið hevur verið. Týsdagin 20. februar verður lýst vælsignilsi yvir Heindrik prins í slotskirkjuni í Christiansborg. Tá verður flaggað við hálvari stong hjá øllum landsins bygningum og skipum til vælsignilsið er lýst klokkan 10.45 føroyska tíð, eftir hetta verður flaggið vundið á fulla stong til sólsetur, skrivar Mentamálaráðið í áminning. Nakrar umsóknir liggja niðurfyri til hesa útstykkingina, og tey sum hava áhuga fyri at ogna sær grundstykki í Rituvík, kunnu venda sær til Runavíkar kommunu, skrivar kommunan á heimasíðuni. Hin útstykkingin fer at fara fram í Leitinum í Saltangará Runavík, og væntandi kann verkætlanin fara í útboð seint í vár ella tíðliga í summar. Í hesum økinum verður rúm fyri áleið 85 búeindum, sæst á heimasíðuni hjá Runavíkar kommunu. Tað vóru Eyðun Eliasen og Niels Winther, ið tóku stig til fjølbroytta sangbólkin Bollarnir, og tað eru teir, sum manna annað liðið á Quiztinum hesuferð, meðan hitt liðið verður mannað av feðgunum Hallsteini og Tróndi Sigurðsson. Hallstein, sum farnu fýra árini hevur búð í Grønlandi, har hann starvaðist sum deildarleiðari í grønlendska postverkinum, er pápi Trónd, sum eitt nú er býráðslimur í Havn. Tú kanst hoyra spennandi kappingina her Bæði børn og vaksin kunnu ofta síggjast í fjøllunum tá kavin liggur, har tey skreiða, grava holur og drekka kakao. Men tað er ikki tað einasta, sum føroyingar gera í fjøllunum. Eitt av smáu valstøðunum er Hellurnar. Har búgva 14 fólk við valrætti, og tí er lætt hjá bygdarfólkinum at vita ella at rokna seg fram til, hvat hvør hevur valt. Jórun Eið Johannesen, forkvinna í valstýrinum á Hellunum, heldur, at tað er eitt gott hugskot, um teirra valstað verður talt um saman við øðrum valstaði. Valstøð, ið hava færri enn 200 veljara, skulu teljast upp saman við øðrum valstaði. Tað ætlar Sambandsflokkurin, sum hevur lagt uppskot fyri tingið, um at broyta vallógina. Av tí at summi valstøð hava sera fáar veljarar, ber í teimum førunum næstan til at seta navn á, hvør eigur hvørja atkvøðu, heldur Sambandsflokkurin. Flokkurin vísur á, at ein meginregla í løgtingslógunum um val til Løgtingið og val til føroyskar kommunur er, at valini skulu vera loyniligt. Millum annað verður sagt í lógunum, at atkvøðukassarnir skulu vera læstir, meðan atkvøðugreiðslan fer fram. Men av tí at summi valstøð hava sera fáar veljarar, ber í teimum førunum næstan til at seta navn á, hvør eigur hvørja atkvøðu. Dømi eru um fólk, sum ikki tora at atkvøða eftir síni bestu sannføring orsakað av hesum, sigur Sambandsflokkurin í viðmerkingum til uppskotið, sum tey hava lagt fyri tingið. Áðrenn lá Grikkaland á B minus. Avgerðin um at hækka kreditmetingina er grundað á góðar framskrivingar fyri grikska búskapin, sum ES nevndin hevur sagt fer at vaksa við 2,5 prosentum í 2018. Vøksturin heldur fram eisini í 2019. Hetta er ikki fyrsta hækking í metingum fyri landið í ár. Síðst í januarmánaði hækkaði Standard og Poor eisini sína meting fyri Grikkaland. Nógv fólk vóru í býnum í góðveðrinum í nátt. Fólk vóru yvirhøvur í góðum lag, men tó varð neyðugt hjá løgregluni at skilja ungar menn sundur, sum vóru komnir til ilnar. Bilurin hevur helst havt ov nógva ferð eftir umstøðunum. Bilurin stendur enn í bønum, sigur vaktleiðarin á politistøðini, Hallgrím Hansen. Valstøð, ið hava færri enn 200 veljara, skulu teljast upp saman við øðrum valstaði. Tað ætlar Sambandsflokkurin, sum hevur lagt uppskot fyri tingið, um at broyta vallógina. Av tí at summi valstøð hava sera fáar veljarar, ber í teimum førunum næstan til at seta navn á, hvør eigur hvørja atkvøðu, heldur Sambandsflokkurin. SVT skrivar, at frá mars mánaði av, krevur PostNord 56 krónur í avgreiðslugjaldi pluss 3 krónur og 73 í mvg fyri hvønn pakka úr londum uttanfyri ES. Fer virðið uppum 1.100 krónur, verður avgreiðslugjaldið 93 krónur. Hetta er alt roknað í okkara peningi. Samskiftisstjórin í PostNord, Thomas Backteman, sigur, at tað er tollvaldið, sum hevur heitt á PostNord um at menna eina skipan, so at mvg altíð verður rindað. PostNord væntar, at hundraðtúsundtals pakkar ikki verða heintaðir, nú avgjaldið kemur. Orsøkin er, at nógvir sviar hava bílagt sær bíligar vørur úr Kina, áðrenn upplýsingarnar um avgjaldið í Svøríki vórðu kunngjørdar. Sambært SVT er virðið á 97 prosent av pakkunum niðanfyri 200 krónur. Og PostNOrd metur, at stórur partur av keyptu vørunum verða ikki heintaðar, tí móttakarin vil ikki rinda avgreiðslugjald og mvg. Kulp sigur, at ofta mangla upplýsingar á pakkanum og strikukota, grindil, og tí mugu teir avgreiðast við hond. Og tað kostar meira, enn hvat felagið krevur inn í avgreiðslugjaldi. Nógvir pakkar verða fluttir fram og aftur í flutningskervum kring allan heim uttan at bílagda vøran endar hjá brúkarum. Nógv finnlendingar halda, at um tey ógilda bíleggingina, so er tað gott fyri umhvørvið, men so er ikki, skrivar miðilin Helsingin Sanomat. Nú fáa Vágafólk sítt egna útvarp. Tað er Vága Útvarp, sum fer at leggja podcast út á heimasíðuni hjá Sørvágs kommunu og Vága kommunu. Fyrsta podcasti verður á heimasíðunum hjá Vaga Kommunu og Sørvágs kommunu fyrst í marsmánað. Petur Heinesen er stigtakari til lokaútvarpið. Lurta eftir samrøðuni, ið Sigrún Brend hevði við hann. Finski forsetin, Sauli Niinistø sigur, at Finnland eigur at verða við í friðarvarðveitandi átøkum í eystur Ukreina. Tað segði hann við journalistar á trygdarráðstevnuni í Múnchen. Tað er spuringur um størsta trupulleikan í Ukreina, og tað tykist, sum roynt verður at loysa hann. Finnland eigur at verða við bæði mentalt og fysiskt, segði Niinistø. Týski uttanríkisráðharrin, Sigmar Gabriel, segði í talu síni í morgun, at slakast kann í tiltøkunum móti Russlandi, um semja fæst um friðarvarðveitandi tiltøk. Fyrrverandi aðalskrivarin í Nato, Anders Fogh Rasmussen, hevur skotið upp at savna eina friðarvarðveitandi deild frá londum, sum ikki eru limir í Nato, til dømis úr Finnland, Svøríki og Eysturríki. Tá varð talið av politiøkjum minkað úr 54 niður í 12, smáar løgreglustøðir vóru stongdar og starvið landbetjent løgreglumaður á bygd, fóru í søguna. Vit eru nú aftur har, har vit hava tørv á meiri lokalari løgreglu. Tað hevur týdning fyri meg, at fólk skulu kenna seg trygg í øllum Danmark, at tú veitst, at løgreglan er í nánd, hóast tú ikki býrt í einum øki, har kúlurnar flúgva um oyrini á tær, sigur Søren Pape Poulsen við Jydske Vestkysten. Yvirgangsálopini í Keypmannahavn í 2015, økt eftirlit við landamørkini og tilflytara harkalið í opnum kríggi á Nørrebro, hava merkt, at løgregludeildir í Jyllandi og Fyn eru drenaðar fyri fólk. Løgmálaráðharrin sigur, at nú er ikki longur sama trýst á løgregluna, tí streymurin av flóttafólkum er avhæsaður, harkaliðini halda seg í skinninum og meira enn 600 næmingar aftrat eru tiknir inn á politiskúlan, og hesir næmingar eru nú so smátt á veg út í løgregluøkini. Søren Pape Poulsen hevur biðið Ríkisløgregluna um at koma við boði um, hvussu hetta kann fremjast í verki, og vera í tráð við politisku ætlanir hjá mær um størri trygd í samfelagnum, sigur ráðharrin við blaðið. Norðoyatunnilin hevur fingið fyrispurning frá áhugaðum um at brúka tilfarið, sum er í vlegnum og slætta økið við mold. Tað stendur í gerðarbókini frá býráðsfundinum 5. februar. Men áðrenn P F Norðoyatunnilin tekur støðu, skal EysturKommuna hoyrst í málinum. Fundur hevur verið millum Eysturkommunu og Norðoyatunnilin. Á fundinum greiddu tunnilsumboðini frá, at eitt felag vil sleppa at keypa vegin, og ætlanin hjá felagnum er at brúka tilfarið til útstykking í Leirvík. Lendi, har gamli vegur er, verður síðani slættað og gjørt aftur í uppruna stand. Sjálvur vegurin er 250 metrar langur og 8 metrar breiður. Norðoyatunnilin við selja allan matrikkulin sum verður er á, tað eru 8 10 túsund fermetar fyri 89 krónur fermeturin. Prísurin er mettur til umleið 3 miljónir krónur. Umsitingin hjá Eysturkommunu mælir til at fara undir samráðingar við p f Norðoyatunnilin um yvirtøku ella møguliga at keypa vegin, stendur í gerðarbókini hjá Eysturkommunu. Vinnumálaráðið hevur eisini viðgjørt ummæli hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, sum staðiliga mælir frá, at loyvishavari í Suðuroynni skal søkja um at fáa fiskin kruvdan aðrastaðni. Vinnumálaráðið metir tó, at tey atlit, sum Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur gjørt vart við, eru tryggjað, tí ásett verður í kunngerðini, sum landsstýrismaðurin ger, at almenni myndugleikin kann áleggja kryvjing aðrastaðni í serligum førum. Hetta kann til dømis gerast, um ov nógv lús er ella sjúkan ILA er staðfest, og virki í Suðuroynni ikki hava nóg stóra orku til at virka nógvan fisk í einum. Í dag byrja Torradagarnir í Klaksvík og vara restina av vikuni. Á skránni er millum annað fyrilestrar, listaframsýningar, tónleikur og renning. Fiskivinnan eigur sum altíð eitt høvuðspláss á torradøgunum og tað fer at síggjat aftur á bæði á matstovunum í býnum og á fyrilestrum sum eru á skránni, eitt um Flemish Cap. Klaksvíkar Kommuna avlýsti fríggjadagin fiskivinnukjakið. Kringvarpið skuldi saman við kommununi skipa fyri kjakinum har millum annað floksformenninir plaga at luttaka. Í stuttum er ognareftirløn eitt tilboð til eldri fólk, sum hava stórt frívirði í húsunum. Pensjónistar kunnu so brúka frívirðið í húsunum til at fjálga um tilveruna. Tað er ógvuliga sjálvsamt, at ein kvinna er at finna í starvsnevndini hjá Fótbóltssambandi Føroya, men hetta verður nú broytt. Nevndin fer úr 7 limum upp í átta. Í Áttanda sessinum skal ein kvinna sita. Arni Thorsteinson, formaður í Landsfelag Pensjónista, sigur, at tað er ein tørvur hjá nógvum pensjonistum at hava meira tøkan pening mánaðarliga. Seinastu øldina er fátækradømið millum pensjonistar vaksið ógvuliga nógv. Fyri tveimum árum síðani livdi fjórði hvør pensjónistur undir fátækramarkinum. Tað kann vera smart at læna pening í frívirðinum av húsum, men fleiri pensjonistar gera sær ikki dælt av hesum møguleikanum. Arni Thorsteinson vísir á, at fleiri pensjónistar eiga ikki bústað, men leiga bústað, og øll hava ikki frívirði í húsunum heldur. Føroyingar vilja eisini fara skuldarfríir í grøvina, sambært Arna Thorsteinson. BBC skrivar , at flogfarið datt niður í Zagros fjøllunum í nógvum mjørka, og at nógvur vindur og kavi noyddi bjargingarlið at gevast við leitingini í gjárkvøldi. Flogfarið var av slagnum ATR 72 500 og skuldi úr høvuðsstaðnum Teheran til Yasuj í útsynningspartinum av Iran. Tað datt niður seint seinnapartin í gjár, ein góðan tíma eftir fráferð. Vegna altjóða revsitiltøkum í eini roynd at forða iransku kjarnorku ætlanirnir, stríðist landið við at útvega eykalutir, ið skulu til fyri at halda flogførini við líka. Elektron hevur eisini ment talgildu skipaninar Mínboks og Mínlykil. Talgildu Føroyar hava síðani keypt hesar skipanir, men Mínrokning verður ikki ein partur av Talgildu Føroyum, sigur Hans Petur Weihe. Sum eg havi skilt tað, verður tað ein lykil, og tað verður so tann talgildi samleikin, sigur hann og leggur afturat, at Mínrokning fer at brúka tann talgilda samleikan, tá hann er tøkur. Í løtuni brúka vit NemID ella Mínlykil at logga á skipanina. Tá talgildi samleikin kemur, so verður hann brúktur, sigur Hans Petur Weihe. Tann gamla skipanin, sum koyrdi á netbankanum, var ein útlendsk skipan, sum koyrir á Nets, danska gjaldsstovnin. Mínrokning er ein føroyskt ment skipan, ið er gjørd í samstarvi við føroysku peningastovninum. Fríggjadagin hittust 38 føroyingar, sum hava uppruna úr Korea, fyri at hátíðarhalda koreanskt nýggjár. Flestu teirra, ið komu saman, eru ættleidd úr Korea og hóast tey ikki kenna nógv til koreansku mentanina, hevur tað týdning at læra um sín uppruna. Tað vísir ein uppgerð, sum Tekniska Universiteti í Danmark hevur gjørt fyri tíðindadeildina hjá Danmarks Radio. Uppgerðin er grundað á skipað eftirlit av fiskiskapinum, har granskarar millum annað hava verið við umborð. Uppgerðin vísir, at 1300 tons av toski úr Eystursjónum vórðu blakað út aftur í 2016, og at eisini fleiri onnur fiskasløg fara fyri skeyti ólógliga á sama hátt. Talan er um smáfisk, sum skipini annars ikki fáa eins góðan prís fyri sum fyri tann stóra toskin. Á øllum túrunum, har vit hava verið við, blaka fiskimenn enn fiskasløg út, sum eru fevnd av landingarskylduni, so tann lóggávan verður í øllum førum ikki hildin, sigur Jørgen Dalskov, sum er leiðandi fiskivinnukonsulentur á DTU við Danmarks Radio. Ólógliga útblakingin fer fram í tí dulda, tí hóast øll fiskifør skulu boða Fiskivinnustýrinum frá, hvussu nógv tey blaka út, so vísir innlit, at skipini bara hava uppgivið 14 tons av útblakaðum toski, hóast veruliga talið sambært uppgerðini hjá DTU liggur um 1300 tons. Hon finst at fiskimonnunum fyri at lata seg freista, tí teir blaka smáfiskin út, so teir ikki brúka sína kvotu til hann, eftirsum smátoskurin ikki kann seljast fyri góðan prís sum matfiskur. Í Danmarkar Fiskimannafelagi viðurkenna tey, at skeivar uppgerðir kunnu koma fyri, men Svend Erik Andersen, formaður vísir á, at elektroniska skipanin, sum skal brúkast til uppgerðina, ikki virkar nóg væl. Eg haldi ikki, at snýtt verður við uppgerðunum. Neyðugt er við tilvenjing, og tað haldi eg, at fólk skulu hava virðing fyri, sigur formaðurin. Leygardagin segði forsætisráðharrin í Polen, Mateusz Morawiecki, at jødar vóru millum brotsmenninar undir Holocaust. Útsøgnin kom í Munchen, har stór altjóða trygdarráðstevna var. Hendan orrustan kemur í kjalavørrinum á eini umstríddari pólskari lóg, sum skal gera tað ólógligt at skuldseta polsku tjóðina ella statin fyri at vera samsekan í nazistisku brotsverkunum undir seinna heimskríggi. Forsetin hevur skrivað undir lógina, men hevur sagt, at Hægsti rættur eisini skal viga hana fyri at fáa staðfest, um lógin samsvarar við landins grundlóg. Polen hevur verið fyri hvøssum atfinningum fyri nýggju lógina, sum verður hildin bæði at forða fyri talufrælsi og at falsa søguna. Men hetta er ikki fyrsta stigið hjá Polen at endurskoða søguna. Foreign Affairs skrivar, at ráðandi flokkurin í Polen, sum kallast P I S, í fjør yvirtók eitt krígssavn í Gdansk. Savnið er um seinna heimskríggj, og ætlanin hjá flokkinum var at umskipa framsýningarnar fyri at leggja størri dent á líðingarnar í Polen og hetjudirvið, ið var. Savnsstjórin varð koyrdur frá, og flokstrúgvir søgufrøðingar fingu sess í savns stýrinum. Polen er ikki fyrsta fyrrverandi kommunistiska landið í Europa, sum roynir at endurskoða søguna og sín egna leiklut í jødatýningini undir seinna heimskríggi. Seinasti dagur at leggja mál fram, sum skulu viðgerast í hesari tingsetuni, er 7.mars, og tey skulu vera løgtingsskrivstovuni í hendi 28.februar á middegi. Tað er mikudagin í næstu viku. Til ber kortini at koma við uppskotum eftir freistina, men tá skulu í minsta lagi 17 tingfólk skriva undir, at málið kann leggjast fram. Hon svarar, at sambært TAKS verður lógin um stuðul til ferðaútreiðslur umsitin soleiðis, at fólk, sum hava menningartarn, hava sama rætt til ferðastuðul sum aðrir skattgjaldarar. TAKS hevur tó ikki nakra uppgerð, sum vísir tann partin av endurgjaldinum, sum fólk við menningartarni fáa, sigur Kristina Háfoss . Ketty á Fríðriksmørk hevur gjørt eina serritergerð, sum snýr seg um hjáárinini av langtíðararbeiðsloysi. Hjáárinini kunnu vera álvarslig, greiðir hon frá. Gunnilla Bergstrøm hevur skrivað og Niels Jákup Thomsen týddi til føroyskt. Elin á R gvi lesur og Dánjal Tavsen gjørdi ljóðmyndina Gunnilla Bergstrøm hevur skrivað og Niels Jákup Thomsen týddi til føroyskt. Elin á R gvi lesur og Dánjal Tavsen gjørdi ljóðmyndina Ein fyrrverandi landastjóri fyri Haiti í bretska neyðhjálparfelagsskapinum, Oxfam, viðgekk í 2011, at hann hevði keypt kynsligar tænastur frá skøkjum, tá felagsskapurin veitti neyðhjálp í sambandi við jarðskjálvtavanlukkuna í Haiti í 2010. Fyrrverandi landastjórin hjá Oxfam í Haiti hevur annars víst aftur, at hann hevur havt samband við skøkjur ella børn undir lógaraldur. Hann segði seg úr starvi í 2011. Í einum brævi til eina sjónvarpsstøð í heimlandinum, Belgia, sigur fyrrverandi landastjórin, at hann segði seg úr starvinum í Haiti, tí hann megnaði ikki at hava nóg gott eftirlit við starvsfólkum, sum vórðu skuldsett fyri kynsliga misnýtslu. Verður skannarin nýttur meira, verður bíðilistin styttur hjá øllum, sum hava tørv á skjótari sjúkraviðgerð, sigur Kaj Leo Holm Johannesen í viðmerkingunum til uppskotið. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur upplýst í einum svari til fyrispurning um MR skannaran, at skannarin verður brúktur so nógv, sum starvsfólkaorka er til. Skal skannarin brúkast meira, er neyðugt at hækka játtanina til sjúkrahúsverkið, ella umraðfesta virksemið, so minni orka verður brúkt til annað. Sirið Stenberg upplýsti eisini í svarinum, at CT skannarin verður brúktur hvønn gerandisdag, og eingin bíðitíð er til CT skanning. Skal MR skannari brúkast hvønn gerandisdag, er tørvur á tveimum radiograf ársverkum aftrat, og tað kostar umleið eina millión krónur um árið. Verða fleiri kanningar gjørdar, fer tað eisini at kosta meira at gera myndagreiningar. Slíkar greiningar verða vanliga keyptar frá serfrøðingum uttanlands. Arbeiðir MR skannarin fimm dagar um vikuna, verður eykakostnaðurin fyri myndagreiningar umleið 600.000 krónur um árið, sigur Kaj Leo Holm Johannesen í viðmerkingunum til uppskotið. Men tá amerikanski forsetin, Donald Trump, kunngjørdi í desember, at USA fer at viðurkenna Jerusalem sum høvuðsstað Ísraels, kyknaði ófriðurin aftur. Hansina Iversen, myndlitsakvinna, hevur fingið trý ára starvsløn, og rithøvundarnir, Vónbjørt Vang og Marjun Syderbø Kjelnæs, hava fingið starvsløn í eitt ár. Tey eru Jóanes Nielsen, Carl Johan Jensen og Ingun Christensen, rithøvundar, Jóhan Martin Christiansen, myndlistafólk, og Sámal Blak, marglistafólk. Tilsamans komu 18 umsóknir um starvsløn. Samanborið við í fjør komu sera nógvar frá rithøvundum og myndlistafólkum, sigur Mentanargrunnurin. Grunnurin hevur eisini heimild at lata stuðul til í mesta lagi fýra íverkseta skapandi listaarbeiði. 37 umsóknir komu til íverkseting. Tey, sum hava fingið stuðul í ár, eru Hanni Bjartalíð, myndlistafólk, Jensina Olsen, marglistafólk, Búi Rouch, koreograftur, og Jóhannus á Rógvi Joensen, tónleikari og framleiðari. Tann 8. februar kom árliga frágreiðingin hjá norðurlandaráðnum. Frágreiðingin, sum eitt nú hyggur eftir fólkatalinum í teim ymsu norðurlondunum, vísir á, at flestu norðurlond hava eitt vaksandi fólkatal. Frá 2007 til 2017 er fólkatalið voksið í flestu norðurlondum, og er hetta í flestu førum vegna meira tilflytarar sum til dømis í Danmark, Svøríki, Finlandi, Norra og Álandi. Sambært frágreiðingini er vaksandi fólkatalið eisini ein avleiðing av tí evropeisku flóttafólkakreppuni. Ísland hevur tó sum tað einasta norðurland ein fólkavøkstur, ið fyrst og fremst stendst av natúrligum vøkstri. Tað hava sostatt verið fleiri føðingar enn deyðsfall í Íslandi í tíðarskeiðinum, og talið av føðingum er tá eisini hægri enn talið av tilflytarum. Grønland hevur sum tað einasta norðurland eina afturgongd í fólkatalið í hesum tíðarskeiðnum, og er tað fyrst og fremst orsakað av burturflyting. Tað natúrliga fólkatalið í Grønlandið hevði tó voksið, tí eisini her eru fleiri føðingar enn deyðsføll. Men so nógv fólk flyta av landinum, at fólkatalið støðugt minkar. Eisini Føroyar hevur mist íbúgvar, tí fólk flyta frá landinum. Natúrligi fólkavøksturin mótroknar tó burturflytingina í so stóran mun, at fólkatalið hóast hetta veksur. Sambært frágreiðingi síggjast fýra demografisk rák í norðurlondum. Fyrst og fremst gerast tað fleiri íbúgvar í norðurlondum orsakað av tilflytarum, og hesir tilflytarar búseta seg mest í stórum býum. Miðalaldurin á íbúgvunum veksur, og tað ger talið av íbúgvum við útlendskari ætt eisini. Málið hevur ligið í fíggjarnevndini eina tíð, men lítið og einki hendir, og Sonja Jógvansdóttir sigur seg framvegis hava eina avtalu við samgonguna. Hon heldur eiheldur, at tað er ein trupulleiki at finna pengarnar. Forkvinnan í Fíggjarnevndini, Ruth Vang, er ikki so bjartskygd um uppskotið hjá Sonju Jógvansdóttir, tí tey sum hava gjørt avtaluna, mugu vísa á, hvussu fíggingin skal fáast til vega. Men í stuttari skrivligari viðmerking sigur hann, at leiðslan í samgonguni á vári í 2016 gjørdi eina avtalu við Sonju Jógvansdóttir um fleiri mál, og at flestu teirra longu eru avgreidd. Í 2016 upplýsti Sonja Jógvansdóttir, at málið um fakfelagsgjaldið fór at kosta góðar 7 milliónir krónur. Tað vísir seg nú, at málið fer at kosta umleið 40 milliónir krónur, har kommunurnar skulu bera helvtina av kostnaðinum. Sostatt er talan um ein væl hægri kostnað enn upprunaliga mett. Hægri kostnaður gevur samgonguni nakrar avbjóðingar, ikki minst tí kommunurnar standa at bera helvtina av kostnaðinum. Men tað verður arbeitt í samgonguni við at loysa hesa avbjóðingina, sigur Aksel V. Johannesen,løgmaður. Tórshavnar Kvøldskúli húsast í 33 ymiskum støðum í kommununi og bjóðar 180 ymisk skeið fram í vetrarhálvárinum. Millum teirra eru eini hálvthundrað nýggj á hvørjum ári. Ættarsøga og gransking er mikukvøld frá klokkan 18 til 21.30. Lærari er Poul Andreasen og vit tosa eisini við ein av næmingunum, Óla Jákup Guttesen, ið savnar saman upplýsingar um ættina og bygdafólkið í heimbygdini Bø. Óla Jákup sigur, at hann er komin aftur til 1600 talið. Næmingarnir hava atgongd til kirkjubøkur og fólkateljingar og leita nógv á netinum heima við hús, sigur Poul Andreasen, lærari. Hann hjálpir teimum millum annað at týða tað sum stendur í gomlum kirkjubókum og fólkateljingum. Føroyskt sum fremmandamál er á skránni hósmorgun. Aiza Hansen úr Filipsoyggjum sigur, at tað er torført at læra føroyskt og bendingarnar eru tað torførasta. Men hon hevur kortini gott mót. Cynthia Hansen er úr Peru og hon hevur verið í Føroyum í hávtannað ár. Hon er glað fyri, at bæði maðurin, familjan og vinirnir tosa føroyskt við seg. Aiza og Cynthia búgva báðar í Skálafirði. Lærarin Bergljót av Skarði sigur, at tað er ein stuttleiki at undirvísa hesum fólkum, tí tey eru stak hugagóð. 20 fólk úr níggju ymiskum londum eru í hesum flokkinum. Jógvan Sørin Hansen, skúlaleiðari í Tórshavnar Kvøldskúla, sigur, at tey plaga at reypa av, at Kvøldskúlin er størsti og fjølbroyttasti skúli í Føroyum. Hann heldur, at nýggja miðstøðin í Vørsðluni, har Einars Prent og Sjónvarp Føroya fyrr vóru, hevur styrkt skúlan nógv. Har eru serstovurnar og har ganga umleið 1200 næmingar hvørja viku. Janus Dam Guttesen hevur tekning fyri ungum 12 ár og eldri. Evnið í dag er perspektiv og hann sigur, at næmingarnir eru hugagóðir. Alda Árnafjall hevur teknað ein persón, sum er settur í eitt perspektiv. Henni dámar væl at tekna menniskjur, ið kortini ikki eru verulig menniskju. Mortan Blaasvær hevur undirvíst í polstring í kvøldskúlanum í 25 ár og áhugin er sera stórur. Hann lærir næmingarnar gamla handverkið, sum nærum er útdeytt í Føroyum. Guðrið Patursson polstrar ein gamlan stól, sum er eini hundrað ára gamal. Hon sigur, at hon hevur fingið stóra virðing fyri fakinum nú hon er farin í gongd við at polstra. Ein av næmingunum er eisini Uni Næs dómpróstur, sum polstrar ein gamlan stól, ið foreldrini keyptu tá tey giftust fyri 70 árum síðani. Kristina Christiansen sigur, at kaffisteðgurin hevur stóran týdning. Í hølinum, har Dagur og Vika hevði sítt gamla studio, er frálæra í heimspeki. Hanne Jacobsen livir fyri bókmentir og hon heldur, at heimspeki og bókmentir hóska væl saman, tí við hesum báðum saman kemur meira dýpd í. Lærarin, Jógvan Hansen, sigur, at á einum slíkum kvøldskúlaskeiði eru ikki stundir at fara í smálutir, men tað er umráðandi at fáa nøkur yvirskipað viðurskifti við og at tosa um tey. Jana Mortensen sigur, at hon hevur fingið sera nógv burtur úr. Fólk hava ymsa bakgrund. Tá hon kemur heim, hugsar hon víðari. Í hugnaligu Pæsastovu skipar Guðrun Sólja Jacobsen fyri felagssangi fyri fólki omanfyri 45 ár. Hon heldur, at felagssangur er góður fyri fólk og ikki so krevjandi. Tað byrjaði við 70 ára gomlum, men nú er aldursmarkið komið niður á 45 . Hon heldur, at føroyingar duga væl at brúka røddina og halda seg ikki aftur at syngja. Tey syngja vanligar veitslusangir og fáa eisini ymsar søgur um sangirnar. Bogi Godtfred er millum sangararnar. Hann sigur, at konan lokkaði seg og tað er hann glaður um, tí fólk verða í góðum lag við at syngja. Jórun Vestergaard sigur, at hetta er líka gott sum at syngja í einari góðari veitslu. Hon og hini siga, at øll eru vælkomin, men serliga menn, tí sum nú er eru teir bara tveir mans. Í gamla Bacalao bygninginum á vestaru bryggju smíða teir ein føroyskan bát. Hendan lærugreinin er komin fyri at skapa størri áhuga millum menninar, tí kvinnurnar eru í stórum meiriluta í kvøldskúlanum. Andrass Joensen, bátasmiður, stendur fyri hesi lærugreinini. Áhugin er so mikið stórur, at tað er fullteknað. Teir smíða eitt stórt fýramannafar og Andrass sigur, at mátin er tann sami sum varð brúktur fyri 400 árum síðani. Herman Holm, sum er millum næmingarnar, sigur, at hann gleðir seg til at koma saman við hugaðum monnum eitt kvøld um vikuna. Hann hevur sjálvur smíðað nógvar borðabátar, men hann hevur ikki fyrr smíðað ein veruligan føroyskan bát. Í sendingini er samrøða við hesi fólkini. Óla Jákup Guttesen Poul Andreasen Aiza Hansen Cynthia Hansen Bergljót av Skarði Jógvan Sørin Hansen Janus Dam Guttesen Alda Árnafjall Mortan Blaasvær Guðrið Patursson Uni Næs Kristina Christiansen Hanne Jacobsen Jógvan Hansen Jana Mortensen Guðrun Sólja Jacobsen Bogi Godtfred Jórun Vestergaard Andrass Joensen Herman Holm Leygardagin var seinna steypafinalan í amboðsfimleiki í Fimi í Havn og fyri fyrstu ferð var torføra Yamawaki lopið gjørt undir kapping í Føroyum. Sverri Svendberg Nielsen hevur í fleiri á verið millum bestu rógvarar í Danmark. Seinni í ár skal hann luttaka i trimum heimsmeistarakappingum Illgruni um ILA sjúku gjørdi, at Bakkafrost noyddist at taka allan alifiskin á einum øki í skundi fyri at tryggja, at sjúkan ikki breiddi seg. Bakkafrost hevur í januar í ár gjørt avtalu við Nordea um at endurfíggja verandi lán, sum er 850 milliónir krónur og 500 millióna virðisbrævalánið, sum fellur til gjaldingar í fyrsta ársfjórðingi í ár. Á ársaðalfundinum, sum verður 13.apríl, fer nevndina at skjóta upp, at 10,50 krónur verða goldin í vinningsbýti fyri hvørt partabræv. Fyrsta uppgávan hjá fakliga stjóranum verður at byggja upp føroysku Familjufyrisitingina og tryggja, at starvsfólkini hjá Ríkisumboðnum verða smidliga flutt til Familjufyrisitingina. Umleið 60 fólk fara at fylgja, familja og umboð fyri almenna Danmark, teirra millum Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, og Pia Kjærsgaard, forkvinna í fólkatinginum. Helvtin av øskuni verður stroydd í havið, og helvtin verður latin í eina urnu, sum verður sett í garðin á slottinum í Fredensborg. Seinastu dagarnar hevur almenningurin havt møguleika at síggja kistuna við Heindriki prinsi í slotskirkjuni á Christiansborg, meðan prinsurin hevur ligið á castrum doloris, og umleið 20.000 fólk hava nýtt hetta høvi. Fyri stutt skeyt og drap Nikolas Cruz 17 fólk á einum skúla í Parkland í Florida. Nú vísir tað seg, at amerikanska samveldisløgreglan, FBI, hevði fingið eitt prei um drápsminnin áðrenn skottilburðin. Forsetin sigur, at orsøkin er, at samveldisløgreglan brúkar ov nógva tíð at royna at prógva, at russar samstarvaðu við tey, sum løgdu valstríðið hjá Trump til rættis. Verjin segði, at øll reyð fløgg veittraðu í fullari stong, tí Nikolas Cruz á Youtube boðaði frá, at hann ætlaði at vera professionellur skúla skotmaður, sum hann tók til. Á Instagram vóru myndir av vápnum, og vápnið, sum hann brúkti at skjóta við, keypti Cruz ólógliga. Hann varð eisini koyrdur úr skúlanum, tí hann hevði hótt næmingar, segði verjin á rættarfundinum. Serligi ákærin í USA, Robert Mueller, sum millum annað kannar sambandið hjá teimum, sum skipaðu fyri valstríðnum hjá Donald Trump, forseta, til Russlands, hevur nú serligan áhuga fyri Jared Kushner, sum er versonur og ráðgevi hjá Donald Trump. Kuschner, sum er giftur við Ivanku Trump, hevði eftir øllum at døma fundir við møguligar íleggjarar, teirra millum umboð fyri Kina, í tíðarbilinum eftir valið, til Donald Trump varð tikin í eið sum forseti. Sambært CNN skal Kuschner hava roynt at faa íleggjararnar at seta pening í ein skrivstovubygning, sum fyritøkan Kuschner Companies eigur í. Ógreitt er, hví Robert Mueller hevur so stóran áhuga fyri júst hesum málinum, men Jared Kuschner hevði ein týdningarmiklan leiklut í sambandinum við útlendskar stjórnir, áðrenn Trump varð tikin í eið sum forseti. Tað fekk ilt í fleiri, tá fyrsta sendingin Gud signi Føroyar var send í sjónvarpinum, og sendingin hevur eisini elvt til nógv kjak á sosialu miðlunum. Síggj sendingina her . Sama var galdandi fyri tveimum árum síðani, tá vit á morgunsendingini gjørdi eitt innslag um leguhúsið Zarepta, har vit millum annað spurdu leiðsluna kritiskar spurningar. Hetta bar við sær, at fleiri fóru út at verja um Zarepta, tí tey kendu hetta sum eitt álop á leguhúsið. Hoyr innslagið um Zarepta her . Orsøkin er helst, at føroyingar ikki eru vanir við at kristindómurin verður viðgjørdur kritiskt í miðlunum, heldur Georg L. Petersen, miðlafrøðingur. Hetta er eisini svárt hjá fólki, tí trúgvin er ofta nakað, ið er persónlig og liggur nær hjá fólki, sigur Theodor Eli Dam Olsen, prestur. Eysturskúlin hevur í fleiri ár undirvíst í innovatión. Tey byrjaðu við at undirvísa framhaldsdeildina í innovatión, men nú undirvísa tey í innovatión heilt niður í fjórða flokk. Norrønt Atlantssamstarv heldur hetta vera fyrimyndarligt og hevur boðið Inga á Smið, lærara í Eysturskúlanum, at greiða frá royndum sínum á ráðstevnu hjá NORA í Nuuk summar. Ingi á Smið heldur, at tað hevur stóran týdning at undirvísa í vinnulívsrættaðum lærugreinum í fólkaskúlanum fyri at geva næmingunum nakrar vinnulívsførleikar. Tí ynskir Eysturskúlin eisini at undirvísa í innovatión longu frá fyrsta flokki, og Ingi á Smið heldur, at tey yngstu børnini kunnu eisini fáa nógv burturúr undirvísingini. Skeiðsdagar í innovatión eru hvørt ár, og tá skulu næmingarnir arbeiða í bólkum og menna eitt hugskot, og hvørt ár er eitt nýtt evni á skeiðsdøgunum í innovatión. Evnið í ár er tilfeingi. Sanna Bæk Hoydal, Camilla Arge og Mikkjal Skeel Rasmussen, sum øll ganga í 8. flokki í Eysturskúlanum, hava havt innovatión í trý ár. Tey eru sera glað fyri undirvísingina í innovatión og siga seg fáa nógv burturúr. Petur Mittún, aðalskrivari í ítrottarsambandinum sigur, at tørvur er á at varpa ljós á ítrottarsálarfrøði. ÍSF vónar, at sersambondini og feløgini fara at hava sálarfrøðina við í venjingum og kappingum og so framvegis. framyvir, og Petur Mittún sigur, at fyrilestrarnir kunnu geva teimum nøkur ráð at arbeiða víðari við. Rigmor Napoleonsdóttir Arge, sálarfrøðingur og ítrottarlærari, hevur veitt viðgerð, vegleitt og ráðgivið einstaklingum, bólkum liðum innan breiddar og úrvalsítrótt. Hon heldur, at føroysk ítrott hevur tørv á at varpa ljós á sálarheilsuna, tí tað er ein partur av ítrottini. Hon greiðir frá, hvussu ein kann menna ítrottina við at varpa ljós á sinnið. Eisini kunnu sálarligar avbjóðingar standast av at verða skadd ur og ikki kunna íðka ítrott, tí tað vanliga fyllir so nógv í lívinum hjá einum ítrottarfólki. Fyrsti fyrilesturin í røðini verður í ÍSF húsinum í kvøld klokkan 17.00 18.30 og øll ítrottaráhuga eru vælkomin. Í fleiri statum í USA hevur tað týdning, at ein skal hava frælsi at hava vápn uppá sær fyri at verja seg. Men nú royna fleiri ungdómar at eggja poltikkarum at broyta lógina, soleiðis hon gerst strangari. Hetta gera tey undir hash tagginum menext . Um vikuskiftið savnaðust fleiri hundrað fólk í Florida til eina mótmælisgongu, har tey vístu sína ónøgd við verandi vápnalóg. Hetta var í sambandi við, at ein ungur maður megnaði at drepa 17 ung, hóast fleiri høvdu boðað frá einum ivasomum atburði hjá hesum manni. Tað er helst langur vegur til nakra lógarbroyting í vápnalógini, tí hugburðurin um frælsi til at hava vápn uppá sær fyri at verja seg er so inngrógvin í mentanini í fleiri statum í USA, sigur Regin Berg, stjórnmálafrøðingur. Gunnilla Bergstrøm hevur skrivað og Niels Jákup Thomsen týddi til føroyskt. Elin á R gvi lesur og Dánjal Tavsen gjørdi ljóðmyndina Kórtónleikur er partur av livandi føroysku mentanini og nógv eru tey, sum syngja í ymsu kórunum kring landið. Ein av fortreytunum fyri menning av føroyska kórtónleikinum er, at nýtt tilfar verður lagt afturat, og ein av teimum, ið smíðar føroyskt kórtilfar er Unn Patursson á Rógvi. Hon er væl kend innan føroyskan tónleik av ymsum slag, og hon hevur í longri tíð bæði skrivað og útsett kórtónleik, bæði til blandað kór og til kvinnukór. Eisini verður tosað við Leif Hansen, kórleiðara, um tað at fáa eitt nýtt verk latið upp í hendurnar. Hvussu skal eitt tílíkt handfarast Og í hvussu stóran mun sleppur ein kórleiðari at seta sítt egna fingramerki á Kórið er eisini ein partur av tilgongdini, ið førir fram til lidnu framførsluna av einum kórverki. Men hvønn leiklut hevur kórið og einstaki sangarin Hesum spurningi svarar Ingibjørg Winther, kórsangari. 32.000 ferkilometrar av landgrunni at leita í men bara eitt oljufelag, sum bjóðar seg fram. At bara eitt oljufelag bjóðar seg fram, er avgjørt eingin vanlukka fyri føroyska oljuleiting. Jan Müller hevur fylgt føroyskari oljuleiting frá byrjan. Hóast oljufepurin er kølnaður við árunum, hevur stjórin í Føroya Oljuídnaðarbólki varðveitt optimismuna. Tá lógarheimildin fyri fjórða útbjóðingar umfar skuldi fáast til vega, varð tosað um at henda útbjóðingin skuldi vera grundarlag undir einum fimta og sætta útbjóðingarumfari. Nú verður tosað um at fara víðari eftir open door leistinum. Tað vil siga einki skipað útbjóðingarumfar men at føroysku myndugleikarnir ístaðin lata dyrnar upp fyri teimum, sum máttu havt áhuga. Bretsku megin markið er 30. útbjóðingarumfar ígongd í løtuni. Okkurt um 60 oljufeløg bjóða seg fram, og í apríl mai mánað verður greitt, hvørji oljufeløg sleppa at leita eftir olju har. Tí mælir stórin í Føroya Oljuídnaðarbólki føroysku myndugleikunum til at samstarva við bretsku myndugleikarnar fyri at marknaðarføra alt økið báðumegin markið sum ein felags olju landslut. Talan er ikki um innihaldsligar broytingar, men um tekniskar tillagingar og rættingar fyri at gera lógartekstin greiðari fyri fólk og umsiting, stendur í viðmerkingum um lógaruppskotið, sum er sent til hoyringar. Staðfest er, at í verandi lógarteksti er neyðugt at gera ávísar tillagingar og rættingar fyri at fáa ásetingarnar greiðari og neyvari. Tað vísir seg, at í summum førum er okkurt komið skeivt fyri, eitt nú samsvara ásetingarnar í lógini ikki við upprunaligu ætlanina. Aðrastaðni eru dømi um, at tá einstakar ásetingar eru broyttar, eftir at uppskotið varð lagt fram í løgtinginum, er hetta gjørt, uttan at neyðugar fylgibroytingar eru gjørdar í øðrum greinum. Hetta ger samanumtikið, at lógarteksturin ikki altíð hongur nóg væl saman, eins og summar lógargreinar eru orðaðar á ein hátt, sum ger tær torskildar, bæði fyri fólk yvirhøvur og tey, sum skulu umsita lógina, sigur Fiskimálaráðið. Frestin at siga sína hugsan um uppskotið er til 26.februar, tí uppskot, sum skulu leggjast fram í hesari tingsetuni, skulu vera Løgtingskrivstovuni í hendi 28.februar. WHO sigur sigur rætt og slætt, at talan er um ein sorgarleik, tí í 2016 vóru metfáir meslingatilburðir, men í fjør vaks talið knappliga og ógvusliga. Serfrøðingar siga, at ein partur av trupulleikanum er, at summi fólk sleppa sær og børnunum undan koppseting, og at tey so kunnu smitta onnur, sum ikki tola koppsetingina. Meslingar smitta sera illa, og sjúkan kann vera deyðilig. Koppsetingarevnið MFR, sum er partur av koppsetingartilboðnum til børn í Føroyum, byrgir fyri sjúkuni. At útrudda bæði meslingar og reydlingar í Evropa er eitt raðfest mál, sum øll evropeisk lond hava bundið seg til. Vit settu okkum fyri einaferð med alla at bjarga børnum okkara undan hesum sjúkunum, og hetta afturstigið eigur ikki at forða okkum í tí, sigur Zsuzsanna Jakab, doktari, sum er stjóri í WHO í Evropa við heimasíðuna hjá alheims heilsustovninum hjá ST. Soleiðis siga tey í panelinum við mann, ið undrast, hví kvinnur rópa Metoo og so stilla seg í langar bíðirøðir fyri at sleppa at síggja filmin 50 shades of grey, sum snýr seg um mann, ið bindur og pínur kvinnu í songini. Tú mást siga frá, um fólk bróta tagnarskyldu í sosialum samanhangi, fyri at siga eina góða søgu, vóru boðini til lurtara, sum spurdi, hvat kann gerast við vantandi virðingina fyri tagnarskylduni í Føroyum. Triði spurningur snúið seg um hetta, at alt ov nógv fólk lata bilin standa tendraðan, meðan tey ikki eru í honum. Tað er hvørki trygt ella gott fyri umhvørvið, eru tey í panelinum samd um. Eisini viðger panelið sms spurningar um bankaráðgeva, sum er granni, og um ferðafólk, sum fara við íbúðum og húsum, so føroyingar ikki finna tak yvir høvdið. Í panelinum í dag vóru Oda Wilhelmsdóttir Andreasen, Leif Láadal og Barbara á Tjaldrafløtti. Á Vesterbrogade 17 A í Keypmannahavn liggur Føroyahúsið. Í Føroyahúsið koma føroyingar á gátt at hitta landsmenn og kvinnur, og í hesum húsinum húsast fleiri føroysk feløg. Her er kaf virksemi, føroyskir døgverðar, dansur, konsertir og onnur tiltøk. Í húsinum er eisini ein stovnur, sum flestu føroyingar, ið búgva ella hava búð í Danmark kenna, nevniliga sjálvsognarstovnurin, Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark. Á hesi ráðgeving, hvørs spírar sóu dagsins ljós í grasrótsrørsluni í føroyska felagslívinum í Keypmannahavn heilt afturi í 1979, arbeiða tveir fast løntir sosialráðgevar. Randi Johannesen, ið hevur starvast í Ráðgevingini síðan 1984, og Morið Jacobsen, ið varð sett í starv 1. mai 2014. Uppgáva teirra er millum annað at veita føroyingum ráðgeving og vegleiðing í mongu ymiskum viðurskiftum, ið standast av flyting og uppihaldi millum Føroyar og Danmark. M.a. í mun til S.U, bústaðartrygging, skatt, eftirløn, sjúkraviðgerð v.m. Men hví er tað av týdningi, at vit hava eina slíka ráðgeving fyri føroyingar í Danmark Hvør er søgan handan ráðgevingina, hvør kann koma á gátt og fáa vegleiðing og ráðgeving, hvørjar avbjóðingar hevur ráðgevingin í dagsins samfelagi, hvat er etiska grundarlag teirra, og hvørjar eru visiónirnar, ætlanirnar og dreymarnir fyri framtíðina Hesar spurningar við fleiri øðrum fara vit í hesi sending at varpa ljós á, tá vit hitta Randi Johannesen, sosialráðgeva og Mariannu Andreassen, sjúkrarøtarfrøðing og sosiolog, ið er nevndarlimur í óløntu trýmannanevndini fyri Ráðgevingina fyri føroyingar í Danmark. Sissal Kampmann legði sendingina til rættis. Á Vesterbrogade 17 A í Keypmannahavn liggur Føroyahúsið. Í Føroyahúsið koma føroyingar á gátt at hitta landsmenn og kvinnur, og í hesum húsinum húsast fleiri føroysk feløg. Her er kaf virksemi, føroyskir døgverðar, dansur, konsertir og onnur tiltøk. Í húsinum er eisini ein stovnur, sum flestu føroyingar, ið búgva ella hava búð í Danmark kenna, nevniliga sjálvsognarstovnurin, Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark. Á hesi ráðgeving, hvørs spírar sóu dagsins ljós í grasrótsrørsluni í føroyska felagslívinum í Keypmannahavn heilt afturi í 1979, arbeiða tveir fast løntir sosialráðgevar. Randi Johannesen, ið hevur starvast í Ráðgevingini síðan 1984, og Morið Jacobsen, ið varð sett í starv 1. mai 2014. Uppgáva teirra er millum annað at veita føroyingum ráðgeving og vegleiðing í mongu ymiskum viðurskiftum, ið standast av flyting og uppihaldi millum Føroyar og Danmark. M.a. í mun til S.U, bústaðartrygging, skatt, eftirløn, sjúkraviðgerð v.m. Men hví er tað av týdningi, at vit hava eina slíka ráðgeving fyri føroyingar í Danmark Hvør er søgan handan ráðgevingina, hvør kann koma á gátt og fáa vegleiðing og ráðgeving, hvørjar avbjóðingar hevur ráðgevingin í dagsins samfelagi, hvat er etiska grundarlag teirra, og hvørjar eru visiónirnar, ætlanirnar og dreymarnir fyri framtíðina Hesar spurningar við fleiri øðrum fara vit í hesi sending at varpa ljós á, tá vit hitta Randi Johannesen, sosialráðgeva og Mariannu Andreassen, sjúkrarøtarfrøðing og sosiolog, ið er nevndarlimur í óløntu trýmannanevndini fyri Ráðgevingina fyri føroyingar í Danmark. Hoyr sendingina við at trýsta her. Frúutrøð mitt í Havn skal nú umskipast til eitt bústaðarøki við 50 eigara og leiguíbúðum. Tað liggur millum annað í ætlanunum, nú Tórshavnar kommuna í kvøld hevur fyrsta av trimum borgarafundum um ein nýggja, meira virknan bústaðarpolitikk. Stjórin á Familjufyrisitingin, sum nú verður søkt eftir, avger, um brúk er fyri fleiri starvsfólkum enn teimum, sum koma frá Ríkisumboðnum. Sambandsflokkurin vil hava løgtingið biðja landsstýrið um at koma við frágreiðing um, hvussu elorkuøkið í Føroyum kann liberaliserast eftir altjóða leisti. Tað kom týðiliga fram á orkuráðstevnuni, sum Sambandsflokkurin skipaði fyri á vári 2017, at skal grøna málið náast, er neyðugt við einari liberalisering. Á summum valstøðum er tað helst trupult, at ikki kunna gita, hvør velur hvat, tí í lógini um val til Løgtingið er ásett, at einki valstað kann hava færri enn 10 veljarar. Ein bygd, sum er útsett fyri hesum er Gjógv. Ásdís Jensdóttur og Friðrika Mortensen Kristiansen búgva við Gjógv og kenna væl til hetta. Starvslønirnar 2018 hjá Mentanargrunni Landsins vórðu almannakunngjørdar mánadagin. Fleiri kend nøvn eru á listanum, meðan summi hava fingið starvsløn fyri fyrstu ferð. Birgir Kruse sigur seg tó kenna øll nøvnini á listanum, og hann saknar nýggj fólk á listanum, sum vit einki kenna til. Birgir Kruse undrast eisini á, at man letur starvsløn so stutt sum í ein mánað og tveir mánaðir, tí tað er ov lítið av tíð at arbeiða við. Anna Sofía Jørgensen, rithøvundur, hevur fingið starvsløn fyri fyrstu ferð. Hon fær starvsløn í tríggjar mánaðir, og hon skrivar eina bók. Jens Dam Ziska fær somuleiðis starvsløn í tríggjar mánaðir, og hann ætlar at gera tvær listaframsýningar. Eina í ár og eina næsta ár. Maria Winther Olsen fer at brúka sína starvsløn til at skriva eitt nýtt spælifilmshandrit. Hon hevur fingið starvsløn fyrr, og skrivaði tá filmshandritið til filmin Nina. Upprunaliga vórðu Torradagarnir stovnaðir, tí Klaksvík er ein fiskivinnubýur, og klakvíkingar saknaðu eitt tiltak hesa tíðina av árinum, tí tað var ov leingi at bíða til Norðoyastevnu. Nú eru ellivu ár liðin, síðani Torradagarnir byrjaðu. Torradagar snúgva seg um sjólív, fiskiskap, torratíð og torradagar. Dávur Winther, leiðari á mentanardeildini í Klaksvíkar Kommunu greiðir frá, at hetta hevur áhuga hjá fólki. Um mann er undir trýsti, so kann tað henda, at mann ikki kemur burtur úr eini ringrás,tí mann ikki fær rúmið og tíðina til at finna okkurt nýtt. Tað er tað, sum mann allatíð vil finna okkurt nýtt og ókent. Tað sigur Hansina Iversen, sum nú fær arbeiðsfrið í trý ár. Gunnilla Bergstrøm hevur skrivað og Niels Jákup Thomsen týddi til føroyskt. Elin á R gvi lesur og Dánjal Tavsen gjørdi ljóðmyndina. Kanningin er gjørd í samstarvi við greiningarfyritøkuna Lóður. Hon varð gjørd á sumri í 2017, og 532 tilvildarliga vald fólk ímillum 15 og 75 ár luttóku. Sum annar partur í sjónvarpsrøðini Gud signi Føroyar avdúkaði, hevur ein av spurningunum til endamáls at kanna, hvat føroyingar hugsa um ævinleikan og okkara støðu eftir deyðan. Kanningin spurdi Hvør av hesum setningum lýsir best tína trúgv um hvat hendir, tá tú doyrt Svarmøguleikarnir vóru soljóðandi Eg trúgvi uppá eitt lív eftir deyðan, men ikki uppá ein serligan ávísan himmal ella helviti Eg trúgvi, at ein fer til himmals ella til helviti Eg trúgvi, at ein heldur uppat at eksistera Eg trúgvi uppá ein himmal, men ikki eitt helviti Eg trúgvi uppá reinkarnatión Eg veit ikki, hvat hendir Og úrstlitini vóru soljóðandi. 23 svaraðu, at tey trúðu á eitt lív eftir deyðan, men ikki uppá ein serligan ávísan himmal ella helviti. 36 svaraðu, at ein fer antin til himmals ella til helviti. 11 hildu, at ein heldur uppat at eksistera. 12 trúðu á ein himmal, men ikki eitt helviti. 1 trúðu á reinkarnatión, tað vil siga at tú verður fødd ur aftur í einum øðrum líki. Og 17 søgdu seg ikki vita. Tað vil siga, at tann størsti bólkurin 36 prosent trúgva, at ein fer antin til himmals ella í helviti eftir deyðan. Men vit skulu eisini hava í huga, at tveir triðingar av Føroya fólki settu ikki krossin við hendan svarmøguleikan. Eins og í fyrsta parti í sendirøðini Gud signi Føroyar er stórur munur á, hvussu fólk svara kring landið, tá spurt verður um trúgv og lívsáskoðan. Í Norðoyggjum og í Eysturoynni svaraðu heili 54 , at tað finst ein himmal og eitt helviti eftir hetta lívið. Í høvuðsstaðarøkinum valdu 25 hendan svarmøguleikan, og í restini av landinum svaraðu 29 , at tað finst ein himmal og eitt helviti eftir deyðan. 2018 er lýst at vera ÁRIÐ FYRI MÁLMENNING HJÁ BØRNUM, og tí viðger Tematýsdagurin í Nón hetta evnið frá ymsum vinklum. Vit byrja við at lýsa málmenning sum hugtak saman við Sissal Mariu Rasmussen, ið hevur granskað, hvussu føroysk børn málmennast. Duga børnini í fólkaskúlanum nóg væl at orða seg á móðurmálinum. Tað viðgera Elin Henriksen, Oddfríður Marni Rasmussen og Rúni Bjarkhamar, sum eru lærarar. Hvussu stimbra vit best málsliga førleikan hjá børnum. Í seinna tímanum leggja vit fyri við at tosa við Gitte Klein, sum er útbúgvin lærari og master í positivari sálarfrøði. Og vit enda hjá landsstýriskvinnuni, sum hevur sett málmenning hjá børnum á dagsskránna. Kommunurnar eru í villareiði, tí uppskot frá landinum, sum eru samtykt, ella eru um at verða samtykt, kosta kommununum meira enn 50 milliónir krónur. Men ógreitt er, hvør skal gjalda. Eitt av uppskotunum er fakfelagsgjaldið, sum samgongan hevur lovað Sonju Jógvansdóttir at fremja, og útrokningar vísa, at tað fer at kosta kommununum 20 25 milliónir krónur, sigur Eyðun Christiansen, stjóri í Føroya Kommunufelag Umleið triði hvør føroyingur sigur seg trúgva á ein himmal og eitt helviti eftir hetta lívið. Tað staðfestir ein kanning um trúgv og lívsáskoðan, sum Kringvarpið hevur gjørt saman við greiningarfyritøkuni Lóður í sambandi við nýggju sjónvarpsrøðina Gud signi Føroyar. Sí tølini her. Fyri at kunna samanbera við onnur lond er hesin spurningurin umsettur orð fyri orð eftir eini altjóða kanning hjá stóru ensku hagtalsfyritøkuni, Ipsos Mori. 23 lond úr øllum heimspørtum luttóku. Tá Føroyar fer inn í kanningina, sæst, at Føroyar eru millum tey londini í heiminum, har trúgvin á ein himmal og eitt helviti eftir hetta lívið er sterkast. Um vit bara hyggja at evropeisku londunum í kanningini, sæst, at Føroyar eru ovast á listanum í mun til hendan spurningin. Greiningarfyritøkan Lóður gjørdi kanningia á sumri í 2017, og 532 tilvildarliga vald fólk ímillum 15 og 75 ár luttóku. Kanningin av havbotninum kring Føroyar, sum fyriskipað varð gjøgnum BIOFAR verkætlanina, er av. Sjálvt innsavningararbeiðið var av við árslok 1990. Serfrøðingar hava síðani arbeitt við at greina tey ymsu dýrini, og á eini ráðstevnu sum verður í Norðurlandahúsinum frá 16. 20. september, verða úrslitini løgd fram. Sendingin lýsir, hvussu arbeiðið er farið fram, frá tí at dýrini vórðu fingin við fleiri havrannsóknarskipum, og á rannsóknarstovuni í Kaldbak, har dýrini eru bólkað, og serfrøðingar hava arbeitt. Lagt til rættis Sigmar Bláberg, Árni Gregersen og Arne Nørrevang. Landsbókasavnið hevur fingið nýggjan samleika, nú stovnurin aftur er sjálvstøðugur og ikki longur partur av Søvnum Landsins. Tá Mamma verður ør er heitið á barnabók eftir Lauru Kathrinu Apol. Marna Jabobsen, ritstjóri, og Erling Fles, sálarfrøðingur, tosa um týdningin at viðgera tabu evni í føroyskum bókmentum. Í klassiska horninum spæla vit kenda klassiska verkið Adagio hjá Albinoni og so leggja vit eisini eina aðra versjón undir nálina, har Jim Morrison lesur yrking afturvið. Hvussu kunnu vit fáa meira burtur úr havsins tilfeingi, samstundis sum hetta gerst burðardygt Blue Fashion Challange er at síggja í Posthúskjallaranum á Torradøgunum í Klaksvík. Og so umrøða vit Geytan, føroysku filmsvirðislønina, sum verður latin í vikuskiftinum. Hvussu sterkt er føroyska fólkaræðið Og hvussu verja vit føroyska fólkaræðið, nú fleiri onnur lond hava upplivað afturgongd í sambandi við fólkaræði. Brexit fær avleiðingar fyri føroyska fiskivinnu, men hvussu álvarsligar verða avleiðingarnar Hetta er evnið í nýggjari frágreiðing, sum Javnaðarflokkurin á Fólkatingi gav út í dag. Vit tosa við Sjúrð Skaale, fólkatingspolitikara, og Hans Ellefsen, ráðgeva í Fiskimálaráðnum. Vit eru sera fegin um, at sáttmálin er longdur. Hanus er ein skjótur spælari við nógvari styrki í sínum spæli , sigur Flemming Broe Tað er gott at vera í FC Midtjylland við fótbóltinum og tí persónliga.Í FCM verður dentur lagdur á at menna spælarar, og tað hevur hjálpt mær nógv. Klaksvíkar kommuna og byggifelagið Kanjon hava skrivað undir sáttmála um arbeiðstøku í samband við lundina á ovara Vágsbøi fyri knappa millión. Tað skrivar kommunan á heimasíðuni. Lundin fer í fyrstu atløgu at fevna um á leið triðingin av ovara Vágsbøi, og talan er um tann partin av Akursmørk, sum er næstur Sparikassanum. Fyrsti partur av arbeiðnum er jørðarbeiði, umframt at leggja ein lítlan part av Ósánni um. Jørðarbeiðið byrjar í mars og skal eftir ætlan vera komið somikið áleiðis í mai, at plantingin kann byrja í samband við árliga umhvørvisátakið í mai, sæst á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu. Útnorðurráðið mælir eisini stjórnini og landsstýrunum til at kanna, hvussu illa plast dálkar í Norðuratlantshavi og, hvussu nógv mikroplast er í fiski og øðrum djórum í sjónum. Limagjaldið hjá Føroyum, sum er ein fjórðingur av játtanini til Útnorðurráðið, fer úr góðum 515.000 krónur í fjør niður í góðar 507.000 í ár. Venjingarskúlin á Frælsinum í Havn kann blíva til 100 ella 200 lestraríbúðir. Men tað krevur, at landið og kommunan, sum eiga skúlan, finna eitt felags stev í málinum. Tað hevði verið lætt at gjørt íbúðir í Venjingarskúlanum, tí grundarlagið kann vera tað sama sum við Kommunuskúlanum, sum nú eitur FINSEN, sigur hon. Kommunan og landið eiga hvør sína helvt av skúlanum, og tí er neyðugt, at báðir partar eru samdir, segði landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, sum ynskir, at tómi venjingarskúlan kann gerast til lestraríbúðir, eins og FINSEN nú er. Vinnugreinarnar, sum eru taldar sum skapandi vinnur í politikkinum, eru byggilist, bókmentir, lýsingavirksemi, sniðgeving, listhandverk, filmur, tónleikur, útinnandi list, forlagsvirksemi, miðlar, ritbúnaður, myndlist, søvn og gastronomi. Landsstýrismaðurin mælir í frágreiðingini til, at halda á skapandi menningin við tveimum meginreglunum, at gera tað einfaldari hjá øllum íverkstarum at koma í gongd og at seta smidligar skipanir í verk, sum kunnu stuðla upp undir ymsu skapandi vinnugreinarnar sær tá ið tað er best og sum lyfta í felag har sum tað ber til. Fyrrverandi kommunulæknin, sum í fjørð varð dømdur hálvtannað ára fonguslrevsing fyri at gera seg inn á 10 kvinnur, er nú dømdur í 1 árs fongsulsrevsing í landsrættinum. Hann skal rinda endurgjald til kvinnurnar og missur fyribils rættin at virka sum lækni. Fyribils, tí tað ikki er rætturin, sum skal avgera, hvørt kommunulæknin kann virka sum lækni ella ikki. Tað ger rættarlæknaráðið, sum er undir Sundhedsstyrelsen. Bæði Bartal Eliasen og Jørgen Niclasen eru á einum máli um, at ÍF er favorittur at vinna flogbóltsfinaluna hjá monnum leygardagin. Hetta dámar okkum væl, sigur sørvingurin. Ein sentral læra í kristna boðskapinum er læran um ein himmal og eitt helviti eftir hetta lívið. Fyri summi eru hesi hugtøkini myndatala. Fyri onnur eru hesi støðini ítøkilig og verulig. Men hvussu tosar man við børn og viðbreknar sálir um slík evni Er tað yvirhøvur rætt Hetta verður evnið í øðrum parti í sjónvarpsrøðini Gud signi Føroyar. Sí brot úr samrøðu við Biritu á Løgmansbø Bláhamar, sum er mamma at fýra børnum. Hon hevur ikki góðar royndir av Zarepta, tá hennara 10 ára gamli sonur var á barnalegu. Jørn Hyldg rd var bert átta ára gamal, tá hann kendi ótta og fekk trongd til ymisk ritual um og um aftur. Seinni varð hann rúsevnismisnýtari. Árini gingur og hann varð giftur, pápi og hannn ferðaist heimin runt sum prædikumaður. Men so fyri nøkrum árum síðani, so misti hann takið á gerandisdegnum. Hann var strongdur og alt fór av kós. Hann varð psykotiskur og kendi tað, sum var hann seks ár í helviti. Tað lýsti í aftur og í dag hevur hann skrivað bókina Hudløs , um sína søgu og hvussu alneyðugt tað er at ansa sær og ikki møða sál og likam meiri, enn mann megnar at bera. Eftir sýningina vinnur ein filmur Geytavirðislønina, sum er 30.000 krónur, og so fáa áskoðararnir eisini høvi at velja sín yndisfilm, og vinnarin av áskoðaravirðislønini fær 25.000 krónur. Jan Berg Jørgensen, nevndarlimur í Geytanum, sigur, at tey leggja fyrst og fremst dent á originalitet í søgufrágreiðingini, og so hvørjar frásøgusnildir, og hvørjir teknikkir eru brúktir, tá tey skulu velja ein vinnara. Hinvegin er tað øðrvísi, hvat áskoðarunum dáma, og út frá hvørjum fortreytum teir velja ein vinnara til áskoðaravirðislønina. Áskoðarar leggja seg meira eftir tí, sum er eksperimenterandi ella fólksliga lættari at hyggja at, sigur Jan Berg Jørgensen. Við í kappingini í ár eru Myndamálarin. Leikstjóri Gudmund Helmsdal. 111 góðir dagar. Leikstjóri Trygvi Danielsen. Skóhorn y . Leikstjóri Sóley Danielsen og Gudmund Helmsdal. Fisherman. Leikstjóri Franklin Henriksen Frosthvarv. Leikstjóri Franklin Henriksen Maðurin við Blæuni. Leikstjóri Maria Tórgarð Collision Course. Leikstjóri Rói Davidsen Sorte Hunde. Leikstjóri Atli Brix Kamban W nder Pitsa. Leikstjóri Hanus Johannessen Í sambandi við at Visit Faroe Islands miðvíst fór at arbeiða við vinnuferðavinnu fyri 4,5 árum síðani, so valdi Green Gate eisini at fokusera uppá hetta økið. Hetta er, tá fyritøkur og feløg velja at koma til Føroya at halda fundir, ráðstevnur ella geva til dømis sínum sølufólkum ella starvsfólkum eina serliga uppliving kallað incentive. Green Gate hevur økt øgiliga nógv um sítt virksemi, og í mai mánaða í ár vísa tølini hjá Green Gate ein fleirfaldaðan vøkstur. Tórstein Christiansen og Rannvá Poulsen Rodriguez úr Green Gate greiða frá, hvussu virksemið er voksið. Ferðafólkini, sum venda sær til Green Gate eru øðrvísi ferðafólk. Tey leggja tríggjar ferðir so nógvan pening eftir seg, sum vanlig ferðafólk, og tey vitja Føroyar uttanfyri háárstíð. Vágaportalurin skrivar á heimasíðu sínari, at teimum dámar ikki at seta upp múrar og krevja gjald fyri at sleppa inn. Vágaportalurin vil, at øll skulu sleppa framat tilfarinum, ikki bara tey sum gjalda. Tí biðja teir lesaran umhugsa at stuðla. Hetta er nýtt at gera á netmiðlum í Føroyum, men uttanlands gera fleiri miðlar tað, millum annað enski miðilin the Guardian. Gunnar Skúvadal, journalistur, sum eigur Vágaportalin og Øssur Winthereig, journalistur og næstformaður í Føroyskum Miðlafólkum, skiftu orð um evnið í morgunsendingini. Gunnar Skúvadal sigur, at teir vilja geva hesum eina roynd, tí tað er trupult at klára seg fíggjarliga hjá netmiðlum. Vágaportalurin byrjaði uppá hetta 21.02.18, so enn er ov tíðliga at siga, um hetta hóskar seg í Føroyum, og um føroyingar tíma at stuðla á henda hátt. Øssur Winthereig heldur, at miðlar sum heild hava tað trupult, sum eisini er tí, at almennur miðlastuðul varð latin fleiri miðlum fyri fyrstu ferð í fjør. Øssur heldur tó, at um tilfarið er gott, so vilja fólk gjarna tekna hald til miðlar, tí vit hava nógv hald av ymiskum slagi í dag. Fyrimunurin við at hava eitt umhvørvi við minni skeldi er, at børn og vaksin blóma. Børnini verða eggjað at spæla meira, kanna meira og menna seg meira. Føroyar hava alstóran týdning sum búpláss hjá milliónum av sjófuglum. Men hvussu er sjófuglurin fyri, og hvørjir vandar eru fyri sjófuglin kring Føroyar. Hoyr Silas Olofson, fuglaáhugaðan. Føroyingar fáa nú høvið at síggja filmin Línumenn , sum Zacharias Hammer, saman við øðrum, hevur gjørt og verður sýndur á Torradøgunum. Vit hitta sjónvarpsmannin og ein línumann. Næstu vikuna verða sannir filmsdagar í Norðurlandahúsinum, har ørgrynna av filmsperlum verða sýndar á Tórshavn Film Festival, TÓFF. Eygleiðingin er um uppskotið at skilja tíðindadeildina í Kringvarpinum sundur í tvær sjálvstøðugar eindir. Tveir journalistar uttan fyri KVF, Uni Arge og Georg L. Petersen, viðgera uppskotið og støðuna í føroyska miðlalandslagnum. Jákup Veyhe hevur eisini eina skeiva tíðindasending um málið. George Harrison hevði fylt 75 ár í vikuni. Stanley Samuelsen og Erik Biskupstø meta um hansara týdning. Hoyr sendingina Nýggi bjargingarbáturin hjá Nólsoyar Bjargingarfelag er keyptur fyri pengar frá Landsfelagnum fyri føroysk bjargingarfeløg og stuðlum. Ein sentral læra í kristna boðskapinum er læran um ein himmal og eitt helviti eftir hetta lívið. Fyri summi eru hesi hugtøk myndatala. Fyri onnur eru hesi støðini ítøkilig og verulig. Í hesi seinnu sendingini fara vit at vitja tey bæði størstu kristnu leguhúsini í Føroyum. Tað eina er leguhúsið hjá brøðrasamkomuni á Vatnsoyrum, sum eitur Zarepta, og hitt er leguhúsið hjá kirkjuligu Heimamissiónini í Nesvík. Endamálið er at kanna, hvussu hesin afturvendandi boðskapurin um himmal og fortapilsi ella glatan verður prædikaður fyri føroyskum børnum og ungum í dag. Løgmaður sigur í stuttari viðmerking seinnapartin, at hann hevur ongar viðmerkingar til málið, meðan løgreglan ikki hevur gjørt niðurstøðu í málinum. Tí kann løgmaður heldur ikki siga, um málið fær nakrar avleiðingar fyri Bjarna Hammer. Løgmaður bíðar til løgreglan ger niðurstøðu í málinum. Aksel V. Johannesen, løgmaður, sigur, at Bjarni Hammer ringdi til sín tann 8. februar og segði, at hann var avhoyrdur av løgregluni. Ein sentral læra í kristna boðskapinum er læran um ein himmal og eitt helviti eftir hetta lívið. Fyri summi eru hesi hugtøkini myndatala. Fyri onnur eru hesi støðini ítøkilig og verulig. Men hvussu tosar man við børn og viðbreknar sálir um slík evni Er tað yvirhøvur rætt Hetta verður evnið í øðrum parti í sjónvarpsrøðini Gud signi Føroyar. Í løtuni verður bíðað eftir einum eykaluti sum hevur verið uttanlands til umvælingar, men tá ið hesin er komin til landið, væntandi í vikuskiftinum, verður farið í gongd við at seta saman aftur beinanvegin, sigur Strandferðslan á heimasíðuni. Tørvur er á fleiri dagstovnaplássum. Fyri at stytta um bíðitíðina og nøkta tørvin á dagstovnaplássum, samtykti Klaksvíkar býráð á býráðsfundi í gjárkvøldið, at umvæla kjallaran undir spælistovuni hjá Dagrøktarskipanini á Brekku, soleiðis at tvær spildurnýggjar stovur kunnu lata upp har innan stutta tíð. Av tí at málið verður fíggjað við eykajáttan, hevur tað verið til viðgerð í Býráðnum tvær ferðir, og í gjárkvøldi varð tað endaliga samtykt og avgreitt frá Býráðsins síðu, sæst á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu. Kommunan fer eisini at eftirmeta integratiónspolitikkin. Fyri at tryggja framhaldandi menning á økinum, hevur býráðið eftir tilmæli frá Integratiónsnevndini samtykt, at integratiónspolitikkurin í næstum verður eftirmettur og dagførdur, skrivar kommunan á heimasíðuni. Sambært Fiskifr ttum hevur Poul Michelsen, landsstýrismaður, biðið Guðlaug ór órðarson, uttanríkisráðharra, um fund um Hoyvíkssáttmálan, sum Føroyar vilja hava broyttan. Hann sigur, at nevndin í Lærarafelagnum var ikki nøgd við eina lønarhækking í krónum, tí stórur partur av limum felagsins liggja oman fyri miðallønina, 30.250 krónur, sum lønarhækkingin varð roknað eftir. Lærarafelagið hevði fyrsta fyrireikandi fundin í samráðingunum við Lønardeildina í juni 2017. Seinasti fundurin fyri jól var í november. Tá samráðingarnar vórðu tiknar uppaftur í januar 2018, góðtók Fíggarmálaráðið eina lønarhækking, sum var 2,3 prosent frá 1. oktober 2017 og 2,5 prosent frá 1. oktober 2018. Herálvur Jacobsen sigur, at nú Lønarnevndin er sett, hava helst nógv hildið, at hetta fór at kyrra fakfeløgini og steðga lønarkrøvum teirra fyribils. Men so varð tó ikki. Føroya arbeiðsgevarafelag mælir staðiliga frá at samtykkja broytingarnar í ALS lógini, sum einki hava við norðurlendska sáttmálan um almannatrygd at gera, og sum ávirka kappingarførið hjá FAS, føroysku altjóða skipaskrásetingini. Arbeiðsgevarafelagið mælir bara til at gera tær broytingar, sum eru neyðugar fyri at loysa ítøkiliga trupulleikan, sum er norðurlendski sáttmálin. Sambært viðmerkingunum um lógaruppskotið hjá Samferðslumálaráðnum er endamálið við broytingunum í lógini at nágreina gjaldsskylduna til Arbeiðsloysisskipanina hjá teimum, sum eru undir norðurlendska sáttmálanum um almannatrygd. Okkum kunnugt, sigur felagið, er eitt arbeiði í gongd, so allar skipanir, sum norðurlendski sáttmálin um almannatrygd ávirkar, so sum Barsilsskipanin og Dagpengaskipanin, verða dagførdar samstundis. Samanumtikið heldur Arbeiðsgevarafelagið tó, at tað kann liva við tí partinum í uppskotinum, sum er um at laga lógina til norðurlendska sáttmálan um almannatrygd. Men felagið heldur bestu loysina vera at bíða eftir einari felags loysn. Arbeiðsgevarar siga eisini, at tað virkar sum Samferðslumálaráðið og ALS ikki síggja ein arbeiðsmarknað uttan fyri Norðurlond. Allar broytingar verða grundaðar á norðurlendska sáttmálan um almannatrygd. Men hvussu hann ávirkar viðurskifti, sum einki hava við Norðurlond at gera, skilja vit ikki, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag. Reiðarafelagið fyri farmaskip sigur, at við skipum í FAS eru 1350 sjófólk, 600 føroyingar, 400 úr hinum Norðurlondunum og 350 úr øðrum londum. Viðvíkjandi hesum fólkunum er talan um, at ALS krevur inn pengar, sum ikki kunnu gjaldast út aftur, og sum tí ikki kunnu roknast sum ein arbeiðsloysistrygging, men sum ein reinur skattur. Skálafjarðar læknadømi fær nú ein kommunulækna afturat. Frá at tríggir kommunulæknar hava virkað í økinum, verða teir nú fýra, skrivar Runavíkar kommuna á heimasíðuni, Borgarstjórarnir við Skálafjørðin og Heilsu og innlendismálaráðið eru komin ásamt um hesa raðfesting, samstundis sum Løgtingið hevur játtað neyðuga peningin. Kommunurnar í økinum eru samdar um, at nýta verandi viðtaluhøli, í Runavík og á Strondum. Tað hevur ligið í kortunum, at umstøðurnar skulu broytast soleiðis, at rúm verður fyri fýra viðtalum í Heilsumiðstøðini í Runavík, táið koyrandi er ígjøgnum undirstjóvartunnilin. Hetta er framvegis ætlanin. Greitt er kortini ikki hvussu hetta skal skipast fíggjarliga, sigur kommunan á heimasíðuni. Við fleiri enn 15 milliónum seldum plátum, seks topp tíggju stakløgum og trimum útgávum, ið lógu nummar eitt, telist Faithless millum stóru elektronisku bólkarnar. Í gjárkvøldið varð annar partur av sendirøðini Gud Signi Føroyar sendur í sjónvarpinum. Hesaferð snúi tað seg um leguhúsini Nesvík og Zarepta. Tóra Petersen og Dorthe Pedersen halda ikki, at øll vitan hóskar seg til børn. Børn mugu hava vitan, sum hóskar seg til teirra menningarstig. Tær báðar tosa um fyribrigdið s.s. indoktrinering, frælsi og rættin hjá børnum og hjá foreldrum. Tær skifta eisini orð um, hvørji atlit skulu takast, tá tú tosar við børn og ung, hvar markið gongur, tá ið átrúnaður verður prædikaður fyri børnum, og hvørjar avleiðingar tað kann hava, tá børn fáa frálæru um fortapilsi og helviti. Shahin Gaini, yvirlækni og PhD á Landssjúkrahúsinum var heiðraður sum ársins ambassadørur,og fimleikassambandi var eisini heidrad vid Katrini Abrahamsen sum forkvinnu. Og tad var fyri stóru fimleikakappingina NEC, sum var í Føroyum í fjør. Eisini var eitt serligt heiðursbræv latið Jákupi Sørensen, ráðgeva í NORA fyri tiltakið Blue Fashion Challenge. Vegna vantandi gistingarmøguleikum í Føroyum eru Atlantic Airways og Lív farin undir eina tilgond at stovna fastognarfelag, ið skal byggja eitt nýtt hotell við umleið 130 kømrum við Staravegin í Havn. Nýggja hotellið skal eita Hotell Atlantic, og Atlantic Airways skal einsamalt reka nýggja hotellið, ið sambært tíðindaskrivinum verður byggilistarliga lagað eftir umhvørvinum og bygt sambært øllum nútíðar byggireglum og orkukrøvum. LÍV samtakið er sostatt ein nýggjur samstarvspartur hjá okkum. Tað hóskar væl, at almenna flogfelagið, sum vit øll eiga, og fólksliga eftirlønarfelagið, sum ein stórur partur av føroyingum eisini eigur ígjøgnum P F Fakfelag og Ognarfelagið LÍV, taka saman lógvatak fyri at menna føroysku ferðavinnuna, sigur Jóhanna á Bergi. Fyri okkum er talan um eina langskygda, íløgu í fastogn, sum ætlandi gagnar eigarum og kundum okkara. Vit hava møguleika at fáa eitt nøktandi langskygt avkast, samstundis sum vit eru við til at menna føroysku ferðavinnuna. Harvið hevur LÍV, ið hevur sín uppruna hjá fólkinum, átikið sær ein leiklut, sum umframt at skapa arbeiðspláss eisini kann gera mun í samfelagsbúskapinum, sigur Jan Jakobsen, stjóri í LÍV. Hagstovan hevur júst kunngjørt nýggja kanning um vinnutíttleikan í Føroyum samanborið við onnur lond. Her stendur Føroyar seg væl. Í mun til fólkatalið er føroyska arbeiðsfjøldin tann størsta í Europa. Av teim 36.000 fólkunum í Føroyum, ið eru í aldrinum 15 til 74 ár, eru umleið 30.000 í arbeiðsfjøldini, tað vil siga eru vinnuliga virkin. Uttan fyri vinnu eru um 6.000. Sostatt er vinnutíttleikin umleið 83 , roknað fyri bæði kyn. Hjá monnum er vinnutíttleikin 84,3 , ið er nakað størri enn hjá kvinnum við 82,0 . Men munurin er nógv minni enn í øðrum londum. Samanumtikið sæst, at í øllum øðrum londum enn í Føroyum er vinnutíttleikin hjá kvinnum nógv lægri enn hjá monnum. Í Føroyum eru bara 2 á muni, 8 í Íslandi og í miðal fyri tey 28 ES londini er munurin 12 . Nógv størsti kynsmunurin er í Turkalandi við 76 hjá monnum og 36 hjá kvinnum Tað eru sera stór tøl, og er vinnutíttleikin í Føroyum, tað vil siga. arbeiðsfjøldin í prosentum av fólkatalinum, tann størsti í Europa, sigur Hagstovan á heimasíðuni. Ísland er eitt lítið vet aftanfyri Føroyar. Á heimasíðuni hjá Hagstovuni stendur, at bæði hjá monnum og kvinnum er ein tann størsti munurin millum Føroyar og Ísland og hini londini, at tey ungu eru nógv meira vinnuliga virkin her enn aðrastaðni, og at tey eldru eru nógv longri vinnuliga virkin, eisini langt út um pensjónsaldur, enn aðrastaðni. Bæði í Føroyum og Íslandi eru tey ungu longu um 20 ára aldur uppi á 70 80 í vinnutíttleika, samanborið við 50 55 í Danmark og um stívliga 20 í ES londunum sum heild. Enn størri er munurin hjá teimum eldru, og tá tað snýr seg um tey elstu 65 74 ára gomlu eru Føroyar og Ísland í serstøðu við einum vinnutíttleika um 40 50 bæði hjá monnum og kvinnum, meðan hann er langt niðanfyri alla aðra staðni heilt niðri á umleið 10 í ES londunum sum heild. Somuleiðis skilja føroysku kvinnurnar seg burturúr til dømis í aldrinum heilt frá 30 til 60 ára aldur, har vinnutíttleikin hjá føroyskum kvinnum er millum 90 95 , samanborið við eini 80 í ES londunum sum heild. Tað sigur Bjørt Samuelsen, forkvinna í Vinnunevndini, sum hevur sett veiðigjaldið á skrá fyri næsta fundin í nevndini, sum verður hósdagin í næstu viku. Uppskotið um veiðigjaldið hevur verið leingi í Vinnunevndini. Nevndin bað um longda freist at viðgera uppskotið, men tann freistin var úti 16. februar. Enn hevur nevndin ikki biðið um longda freist frá formansskapinum, sigur Bjørt Samuelsen. Kommunurnar hava gjørt vart við seg, tí tær halda tað ikki vera rætt, at landið samtykkir broytingar, sum hava við sær, at kommunurnar missa stórar upphæddir í inntøkunum. Málið um pengarnar, sum skulu halda kommunurnar skaðaleysar av uppskotinum til veiðigjald, er ein av spurningunum, sum ikki enn er loystur, men hann verður umrøddur, sigur Bjørt Samuelsen. Og semja er heldur ikki um, um verandi uppskot skal vera grundarlag fyri veiðigjaldinum. Tí verður eisini arbeitt við, og Bjørt Samuelsen sigur, at eftir øllum at døma verður uppskotið broytt, so veiðigjaldið ikki fer at krevja so nógv frá vinnuni, sum uppskotið leggur upp til. Hetta eru alt viðurskifti, sum arbeitt verður við, og tí tekur tað eitt sindur av tíð afturat, áðrenn klárt verður at leggja álit fyri løgtingið, sigur Bjørt Samuelsen. Seinasta vikuskiftið vóru liðin júst hálvthundrað ár síðan fyrsta føroyska LP plátan við rútmiskum tónleiki kom út. Talan er um LP plátuna hjá best umtókta føroyska poppbólkinum í 60 árunum, Faroe Boys. Tað hevur verið sagt, at plátan kom út stutt undan jólum í 1967, men í Sosialinum 14. februar 1968 lesa vit, at plátan, sum bíðað hevur verið so leingi eftir, fæst til keyps í plátusølubúðunum frá leygardegi 17. februar 1968. Faroe Boys slóðaði fyri tí modernaða popptónleikinum í Føroyum. Bólkurin, sum var virkin árini frá 1962 til 1967, var sera væl umtóktur bæði í Føroyum og Íslandi. Teir vóru stórliga fagnaðir á konsertferðum í Íslandi í 1964 og 1966. Har vóru teir skírdir at vera færeysku beatlarnir . Árini 1964 og 1965 lótu teir tvær singleplátur frá sær, og í 1968 sendu teir fyrstu føroysku popp LP plátuna á marknaðin. Hon varð útseld í stundini, men ikki fyrr enn í 2000 gav Tutl tónleikin út á fløgu. Í røðini Varðar á leiðini , sum var at hoyra í útvarpinum veturin 2005 2006, var ein sending um ta appelsingulu LP ina hjá Faroe Boys. Sendingin, sum var send fyrstu ferð í januar 2006, verður nú endursend. Í sendingini greiða Robert, Jógvan, Kári, Bjarni og Jógvan Sofus frá, og aðrir bera fram sína hugsan um hesa elstu føroysku LP plátuna við popptónleiki. Senatið í Oregon samtykti í gjár eitt lógaruppskot, sum ber í sær, at fólk, ið eru dømd fyri tráfylging, harðskap heima við hús, ella hava fingið politihald, ikki longur sleppa at keypa ella eiga skotvápn ella lóður. Spaniastova er best kend sum eitt spælistað í Klaksvík í dag, men Spaniastova liggur eisini mitt í hjartanum av gamla handilslívinum úti í Klaksvík. Andras Sólstein, savnsvørður, greiðir frá og vísir runt í søguligu hølunum. Leirvíksmálarin, Jóannis Kristiansen, hevði fylt 100 ár 12. februar. Systirsonurin, Petur Martin Petersen, úr Fuglafirði greiðir frá, hvussu trupult tað var hjá Jóannis Kristiansen at fáa pápa sín at skilja listina í byrjanini av 20 unum í Leirvík. Í hesum døgum gongur sjónleikurin, Soli Deo Gloria, á Tjóðpallinum. Hans Tórgarð bæði spælir og hevur týtt handritið, sum danin, Peter Asmussen, hevur skrivað. Minnist tú tann føroyska og útlendska tónleikin frá 80 unum Stórar ítróttarhendingar Skip, ið komu og fóru Og hvat hendi á politiska pallinum og í Føroyum annars Við hesum og fleiri yvirskriftum kanst tú gleða teg til eina stuttliga og spennandi kapping, har allir spurningarnir eru frá og hava samband við 1980 árini. Og luttakararnir minnast eisini sínar søgur frá hesum tíggjuáraskeiði. Tú kanst hoyra sendingina her Í hesum døgum gongur sjónleikurin, Soli Deo Gloria, í Tjóðpallinum. Í 12 rámandi gerandissøgum verður áskoðarin førdur inn í ymsar menniskjasøgur og lagnur. Leikstjóri er Christoffer Berdal, og Peter Asmussen hevur skrivað handritið, sum Hans Tórgarð hevur týtt til føroyskt. Tað hevur verið ein serlig uppgáva, sigur týðarin. Leirvíksmálarin, Jóannis Kristiansen hevði fylt 100 ár fyrr í hesum mánaðinum, og í tí sambandi hava vit verið á vitjan hjá Peturi Martin Petersen í Fuglafirði. Petur Martin Petersen er systirsonur listamálaran, og hann greiðir frá, hvussu ein blaðungur Jóannis byrjaði sína yrkisleið í Leirvík nakað sum var trupult at fáa pápan at skilja. Tónleikur og handilslív hevur altíð fylt søguliga bygningin úti í Klaksvík, sum er best kendur fyri Spaniastovu í dag. Fyri meira enn 100 árum síðani helt kongaligi einahandilin til í hølunum, men ikki fyrr enn eftir fyrra heimskríggj kom kelinavnið, Spaniastova. Eyðun er fyrsti útbúni føroyski sjónleikarin, hann hevur í meira enn hálva øld verið ein sera virkin leikstjóri í Føroyum og Danmark og øðrum londum við, hann hevur sett fleiri enn 200 leikir upp millum annað á Kongliga Leikhúsinum í Keypmannahavn og er ein av stórvirknastu leikstjórum í danskari teatursøgu. Eyðun breyt upp úr nýggjum í føroyskari leiklist í 60 og 70 árunum. Hann skipaði eisini fyri mongum leikum í føroyska útvarpinum, ikki minst í Barnaútvarpinum hvør minnist ikki Fólk og dólgar í Kardumummubýi og Dýrini í Valbakkaskóginum Bæði børnini hjá Eyðuni Olaf og Annika eru eisini bæði sjónleikarar. Eyðun fyllir 80 seinni í vár, og er í løtuni í ferð við at leggja seinastu hond á bókaverk um ævisøgu sína, sum Sprotin gevur út í samband við føðingardagin. Klokkan trý í morgin, leygardag, verður fernisering í listahølunum á Skipasmiðjuni í Havn. Tað eru tey bæði, Hansina Iversen og Jóhan Martin Christiansen, sum fara at sýna fram. Vikuskiftissendingin hevur verið á gátt. Jóhan Martin greiðir frá markinum millum at byggja upp og bróta niður, um form og hvussu verkini hjá honum og tey hjá Hansinu spæla saman í stóru hølunum. Hoyr innslagið her Atlantic Airways fer einsamalt at reka hotellið. Eginpeningurin hjá felagnum verður slakar 25 milliónir krónur. Ognarluturin hjá LÍV verður 60 prosent, slakar 15 milliónir krónur, og ognarluturin hjá Atlantsflog verður 40 prosent, slakar 10 milliónir krónur. Bárður Nielsen spyr, hvussu nógv tað bøtir um haldførið, at grundupphæddin í fólkapensjónini verður niðurlagað, og at inngjaldið til Samhaldsfasta veksur 225 milliónir krónur, sum verða goldnar útaftur beinan vegin. Bárður Nielsen sigur í viðmerkingunum til fyrispurningin, at fyri at fíggja niðurskurðin í fólkapensjónini, verður ein skattarokning send til borgarar og vinnu, sum er 225 milliónir krónur. Landsstýrið roynir at vísa ein bøttan rakstur hjá landskassanum við at flyta útreiðsluna yvir í ein annan almennan kassa at gjalda. Jørgen Niclasen, royndasti spælarin hjá SÍb, sigur, at teir hava verið undirtippaðir til hvønn dyst, men kortini hava teir vunnið allar. Royndu SÍ leikararnir halda seg hava ein møguleika ímóti ÍF. Bartal Eliasen vísir á, at teir í ÍF kenna SÍ rættiliga væl, og tí er eingin vandi fyri, at teir fara at undirmeta liðið, sum er mannað við sigursvandum spælarum, sum tó ikki leggja alla orku í flogbóltin longur. Anna Sára Leifsdóttir Skaalum, liðskipari hjá Fleyr, væntar ein javnan dyst. Hon viðgongur tó, at tær eru greitt á odda í landskappingini, og tí helst eru at rokna sum favorittar. Soleiðis sigur panelið við kvinnu, sum skrivar um vøkru ex damuna, ið ringir, skrivar og senir nakinmyndir av sær til sjeikin. Hinir spurningarnir snúgva seg um gomul foreldur, og hvør skal taka sær av teimum, og um tað at børn ikki sleppa at vera sjálvstøðug, tí foreldur blanda seg uppí, og eru við til alt. Í panelinum helsaferð eru Jana Mortensen, Rudolf Joensen og Símun Gullaksen Tað almenna eigur ikki at kappast við privat um hotellvirksemi. Tað heldur Svend Aage Ellefsen, ið eigur Hotel Streym í Havn. Hann heldur, at Atlantic Airways eigur í staðin at hugsa um at fáa ferðafólk til Føroya, tí gistingarhúsini, sum eru, eru klár at taka ímóti teimum. Tað upplýsti Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis og vinnumálum, í tinginum, tá hann svaraði einum ófráboðaðum fyrispurningi í tinginum frá Annitu á Fríðriksmørk í Tjóðveldi. Men nú eru útlit til, at samráðingarnar verða tiknar uppaftur, hóast viðurskiftini mótvegis Schengen ikki eru loyst enn, segði Poul Michelsen. Samfelagið hevur skyldu til at geva børnum førleikar at seta spurnartekn og vera kritisk. Tað sigur Erika Hayfield, Ph.D., sum eitt nú hevur fingist við samfelags og barnagransking. Tað hevur týdning, at børn skilja, at tað er í lagi at hava egnar hugsanir, og at pláss er fyri fleiri ymiskum sjónarmiðum, sigur Erika Hayfield. Tað er ógreitt, hví føroyskir fangar ikki kunnu fáa føroyskan mat í donskum fongslum, men at grønlendskir fangar kunnu fáa grønlendskan mat. Tí hevur Ríkisumboðið í Føroyum biðið Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmann, um at seta sær ein skrivligan fyrispurning um málið. Og tað hevur hann nú gjørt. Kaj Leo Holm Johannesen og Djóni Nolsøe Joensen sita í løgtingsnevndini, sum hevur eftirlit við varðhaldsfangum, og tað er har málið er reist upprunliga. Landsstýrið fer nú at gera eina støðulýsing til tess at staðfesta, hvar vit eru, tá tað ræður um tey 17 menningarmálini, sum limalondini í ST settu út í kortið fyri trimum árum síðani. Tað segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, tá hann helt røðu á ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum, sum Magni Arge, fólkatingsmaður, skipaði fyri í gjár. Men sum ábyrgdarfullur partur í altjóða samfelagnum, eiga Føroyar eisini at taka menningarmálini hjá ST til sín, og eftir førimuni royna at røkka teimum. Tað er neyðugt, at tey gerast fólkslig, tí søgan vísir, at tað er ikki nóg mikið at hava høgtflúgvandi visjónstos, sum ofta endar sum mjørkatos hjá vanliga borgaranum, um ítøkilig mál ikki fylgja við, seg løgmaður. Aksel V. Johannesen segði, at málið hjá okkum í Føroyum er at kóka menningarmálini niður til tað, sum vitm hvør í sínum lagi, kunnu gera okkurt við í gerandisdegnum. Hann segði, at á fleiri økjum eru vit millum fremstu samfeløg, tá ið ræður um menningarmálini, eitt nú á vælferðar og almannaøkinum, á heilsuøkinum og innan grøna orku. Tær metingarnar blivu helst sterkari í kvøld, tá NSÍ kunngjørdi á heimasíðu sínari, at felagið hevur skrivað sáttmála við Fróða Benjaminsen. Umframt Fróða Benjaminsen hevur NSÍ fyrr í ár eisini skrivað sáttmálar við verjuspælaran, Johan Troest Davidsen og áleyparan, Øssur Dalbúð. Fróði Benjaminsen bleiv í fjør føroyameistari við Víkingi har Sámal Erik Hentze var venjari. Nú eru teir báðir aftur saman, hesa ferð í NSÍ. Tað gjørdist filmurin 111 góðir dagar eftir Trygva Danielsen, sum í ár fekk virðislønina Geytan, tá filmsviðrislønir vóru handaðar í Norðurlandahúsinum í gjárkvøldið. Vinnarafilmurin peikar í ymsa ættir. Hann fylgir ikki klassiskari frásøguhevd, men eksperimenterar og gongur nýggjar leiðir við drúgvum tankum, sum eru ikki sørt revsandi mótvegis samfelagnum og tí kjaki, sum er í almenna rúminum beint nú. At síggja til undarliga og villingarsama filmsroyndin, loysir upp fyri eini orku, sum sprettir úr filminum, ið heldur enn langur, tykist merktur av frásøgugleði. Filmurin er erligur mótvegis sær sjálvum. Leikmyndir eru, ið standa reinar, skarar og sterkar . Tá allir 9 filmar vórðu sýndir, valdu ákoðararnir tann filmin, ið teimum dámdu best. Og tað gjørdust Maria Tórgarð, sum fekk Áskioðaravirðislønina fyri filmin Maðurin við Blæuni . Hinir filmarnir í kappingini vóru Myndamálarin, eftir Gudmund Helmsdal, Skóhorn y eftir Sóley Danielsen og Gudmund Helmsdal, Fisherman og Frosthvarv sum Franklin Henriksen leikstjórnaði, Collision Course eftir Rói Davidsen, Sorte Hunde sum Atli Brix Kamban leikstjórnaði og W nder Pitsa eftir Hanus Johannessen. Geytin var eisini byrjanarskotið til filmsfestivalin, Tóff sum fór av bakkastokki í gjár fyri aðru ferð. Filmfestivalurin er ein viku við føroyskum, norðurlendskum og altjóða filmum. Í dag verða filmarnir Skammarans dóttir eftir leikstjóranum Kenneth Kainz og Vetrarbróður eftir Hlyni Pálmasyni syndir. Aftan á sýningina av Vetrabróður verður høvi at seta spurningar til leikstjóran. Stóra stjørnan á norska OL liðnum, Marit Bjørgen, setti punktum, tá hon í nátt vann gull í greinini 30 kilometrar langrenn. Hon legði seg á odda at kalla beinanvegin og vann sannførandi. Júst hetta gull heiðursmerkið ger Norra til mest vinnandi OL landið nakrantíð. Norra hevur hesaferð vunnið 39 heiðursmerki 14 gull, 14 silvur og 11 bronsu. Umframt at Marit Bjørgen við sínum gull heiðursmerki í nátt gjørdi Norra til mest vinnandi tjóð á einum vetrar olympiskum leikum, so skrivar hon seg persónliga inn í søgubøkurnar sum mest vinnandi ítróttarfólk til vetrar OL. Marit Bjørgen hevur vunnið 15 OL heiðursmerki átta gull, fýra silvur og tríggjar bronsu. Tað var annars Dráttur, sum kom best frá byrjan og vann tvey tey fyrstu settini 25 22 og 25 22. Men síðani kom Fleyr afturíaftur og vann 3. og 4.settið 25 15 og 25 21. Fimta og avgerandi settið vann Fleyr eisini sannførandi, 15 8. Fyrr í gjár vann b liðið hjá SÍ steypafinaluna hjá monnum móti favorittunum úr ÍF. Eisini her var talan um ein 5 settara. Hetta er fyrstu ferð í føroyskari flogbóltssøgu, at eitt lið úr næstbestu deildini vinnur steypakappingina í mansflogbólti. Sálmarnir, ið sungnir verða, eru 331 Hoyr nú kirkjuklokkan kallar 26 Alveldis drottur, 387 Biðið, og tit skulu fá, og eftir prædiku 40 Hvør kann Harrans stórverk fata, 650 Fram vit bera teg í dag og 306 Mikli Drottur, gev mær megi Jenny Lydersen er deknur, Selmar Jacobsen er klokkari, Leif Hansen er organistur og Derhard Jógvansson, prestur, prædikar. Tøkningur í kirkjuni er Kári Annand Berg. Tøkningur í útvarpsstovuni er Leivur Thomsen Í tí sambandi letur Luna byggja tveir aliringar, sum eru 200 metrar í ummáli hvør. Størstu aliringar, sum higartil eru brúktir í Føroyum, eru 160 metrar í ummáli. Aliringarnir verða bygdir á kaiøkinum Inni á Fjørð í Vestmanna, har sum gamla ferjulegan plagdi at vera. Teir kunnu hava eini 600 til 700 tons av fiski hvør. Ætlanin er at leggja annan aliringin á Víkar beinanveg, so skjótt sum tað viðrar, men uttan at koyra fisk í hann. Tann seinni fer helst á økið útfyri Velbastað, og har verður fiskur koyrdur í. Men ætlanin er at báðir skulu á Víkar at liggja, tá allar royndirnar eru gjørdar við nøktandi úrsliti, sigur Bogi Jacobsen frá Luna við Vágaportalin. Í samrøðuni við Vágaportalin vísir Bogi Jacobsen á, at Víkar eru sera veðurhart alistað, kanska tað harðasta í heiminum. Tí ætlar felagið fyrst, sum eina roynd, at leggja tann eina ringin har uttan fisk. Sambært Boga Jacobsen vísa royndirnar við aling, at størri útgerðin er, meira tolir hon av ringum veðri og stórari havaldu, sum roknast kann við á Víkum. Men FNU, Føroya Náttúru og Umhvørvisfelag, kærdi hesa umhvørvisgóðkenning, og kæran liggur nú hjá Innlendismálaráðnum. Yvirfriðingarnevndin hevur eisini eina kæru frá FNU, sum biður nevndina ógilda loyvið hjá Luna á Víkum. 1412 fólk hava skrivað undir áheitanina hjá Føroya náttúru og umhvørvisfelag um at friða Víkar í Vágum. Undirskriftirnar eru latnar Yvirfriðingarnevndini. Trygvi Danielsen vann í gjár filmsvirðislønina, Geytan, fyri filmin 111 góðir dagar , tá filmsviðrislønir vóru handaðar í Norðurlandahúsinum í gjárkvøldið. Hetta er annar filmurin, sum Trygvi Danielsen hevur gjørt, og hann er ætlaður sum partur av einari filmsrøð, sum leikstjórin ætlar at gera. Hetta vónar hann, at kunna fara undir næstu árini. Trygvi Danielsen hevur ikki havt tær heilt stóru royndirnar at vísa á, tá hann hevur søkt um pengar at framleiða film fyri. Tí vónar hann at heiðurslønin bæði kann fremja ætlanina um filmsrøðina, og arbeiðið við filmsframleiðslu sum heild framyvir, sigur hann. Til hendan filmin hevur hann tó fingiið stuðul frá Tórshavnar kommunu og nøkrum privatum fyritøkum til ein part av arbeiðnum. Eftir ætlan kemur filmurin út seinni í vár saman við einum stuttsøgusavnið og einari plátu, sum Trygvi Danielsen eisini hevur gjørt. Trygvi Danielsen hevur framleitt ein annan stuttfilm, og gav í 2013 sína fyrstu bók út The Absent Silver King, sum er eitt savn av yrkingum, stuttsøgum og sangum. Í 2014 fekk hann heiðurin sum ársins unga listafólk frá Mentamálaráðnum. Hann lesur føroyskt á Setrinum við síðina av arbeiðnum við filmi. Hesin nýggi leisturin er samtyktur av nevndini í SEV, og nú skal elveitingar eftirlitið góðkenna prísin, sum SEV vil gjalda fólki, ið framleiða streym inn á netið hjá SEV. Tveir fyrimunir eru við sólorkuskipanum. Fyri tað fyrsta kunnu fólk framleiða sín egna streym og harvið keypa færri kilowatt tímar frá SEV. Og fyri tað næsta bindir SEV seg til at keypa ta sólorku, sum fólk ikki brúka sjálvi. Nevndin í SEV samtykti fríggjadagin prísin, sum SEV vil rinda fyri sólorku 75 oyru uttan mvg og 94 oyru við mvg og tann prísurin skal nú góðkennast av elveitingar eftirlitinum. Ein sólorku skipan til eini sethús kostar umleið 60.000 krónur at keypa. Tá er skipanin 6 kilowatt til støddar. Sólorku skipanirnar, sum fáa góðkenning í hesum umfari, kunnu tó vera upp til 11 kilowatt til støddar, svarandi til umleið 40 fermetrar av sól panelum. Í Føroyum eru lítlar traditiónir fyri at útvinna sólorku. Og enn dugir stjórin í SEV illa at meta um, hvussu nógv fara at taka av nýggja møguleikanum og fáa sær eina sólorku skipan. Hetta er eitt søguligt stig, sum vit gleða okkum til, sigur Heather Nauert, talsmaður fyri amerikanska uttanríkisráðið, við Reuters. Donald Trump, forseti, avgjørdi í desember at viðurkenna Jerusalem sum høvuðsstað Ísraels, og at flyta amerikansku sendistovuna úr Telaviv. Øll eru ikki fegin um avgerðina hjá Trump, og málið endaði eisini á ST aðalfundinum, sum við stórum meiriluta samtykti at taka avgerðina aftur. Saeb Erekat, sum stendur á odda fyri palestinsku sendinevndini í friðarsamráðingunum við Ísrael, sigur, at USA brýtur fólkarættin og oyðileggur ætlanina um, at Ísrael og Palestina skulu fáa hvør sítt land. Fyrstu tíðina fer amerikanska sendistovan at halda til í konsulátbygningunum í Jerusalem, men ætlanin er at byggja nýggjan bygning til sendistovuna, sum skal verða liðugur í 2019. Semja hevur ikki verið um spurningin í trygdarráðnum, tí Russland, sum higartil hevur stuðlað Sýriska stýrinum, hevur drálað at taka støðu. Men nú er full semja og ein yvirlýsing samtykt. Síðani sunnudagin hevur Sýriska stýrið, við Bashar al Assad á odda, uttan íhald framt sera ógvuslig bumbuálop í Ghouta, har 400.000 fólk búgva. Sýriski mannarættinda eygleiðarastovurin The Syrian Observatory for Human Rights metir, at í minsta lagi 500 fólk hava latið lív, og 2500 eru vorðin særd í bumbuálopunum. Nógv at teimum eru børn og sivil fólk. Býarparturin Ghouta hevur verið hersettur av Sýriska stýrinum síðani 2013. Tí ber ikki til at fáa neyðhjálp inn í økið, og sjúk og særd sleppa ikki úr býarpartinum. Vápnahvíldin, sum nú er samtykt, hevur tó ikki við sær, at øll bumbuálop steðga. Skrivað er nevniliga inn í yvirlýsingina, at loyvt er at leypa á islamistar úr Islamiskum stati, úr Al Queda og úr Nusra. Hóast ein vápnahvíld nú er samtykt, er enn langt á mál at tryggja, at fleiri sivil fólk ikki verða dripin, sigur Anders Samuelsen, uttanríkismálaráðharri í Danmark við DR. Vápnahvíldin má fremjast í verki, og altjóða samfelagið má hava eftirlit við at semjan veruliga verður sett í verk. Í tí sambandi vænti eg, at Russland fær ein týðandi leiklut, tí Russland kann leggja trýst á Sýriska stýrið , sigur Anders Samuelsen við DR. Líkt er til, at tað verður ein stór avbjóðing at fremja vápnahvíldina í verki. CNN skrivar, at stutt aftaná at yvirlýsingin var samtykt, vóru flogborin álop framd av Sýriska stýrinum í Damaskus. Og nú seinnapartin váttar læknin Hamza Hassan, sum starvast á Arbeen hospitalinum í eystara partinum av Ghouta, hetta. Onki er broytt, og luftálopini halda áfram , sigur hann við CNN. Panos Moumtzis, sum samskipar neyðhjálpararbeiði hjá ST, sigur við CNN, at í minsta lagið sjey fólk hava latið lív síðani yvirlýsingin varð samtykt. Og harumframt boðaði Bashar Ja afari, ST ambassadørurin hjá Sýrisa, stutt aftaná at yvirlýsingin varð samtytk frá, at sýriska stýrið framhaldandi fer at fremja álip á fólk, sum stýrið metir hoyra til yvirgangsbólkar. Vit hava rætt til at verja okkum, og vit fara at halda áfram at niðurberja yvirgangsbólkar, tá vit finna teir á sýriskari jørð , segði sýriski ST ambassadørunrin Bashar Ja afari, stutt aftaná at vápnahvíldin varð samtykt. Jakob Harbo, stjóri fyri altjóða Danska Reyðakrossinum sigur tó við DR nú seinnapartin, at álopini eru vorðin nógv færri í talið, og tí er vón fyri, at vápnahvíldin hevur ein virknað. Han vísur tó samstundis á, at tað ikki eru heilt friðarligt, og at álop hava verið framd. Ein sentral læra í kristna boðskapinum er læran um ein himmal og eitt helviti eftir hetta lívið. Fyri summi eru hesi hugtøk myndatala. Fyri onnur eru hesi støðini ítøkilig og verulig. Í hesi sendingini fara vit at vitja tey bæði størstu kristnu leguhúsini í Føroyum. Tað eina er leguhúsið hjá brøðrasamkomuni á Vatnsoyrum, sum eitur Zarepta, og hitt er leguhúsið hjá kirkjuligu Heimamissiónini í Nesvík. Endamálið er at kanna, hvussu hesin afturvendandi boðskapurin um himmal og fortapilsi ella glatan verður prædikaður fyri føroyskum børnum og ungum í dag. Lagt til rættis Heini í Skorini. Á tíðindafundi um vikuskiftið boðaði Trump frá, at USA fer at seta í verk størstu handilsligu revsitiltøkini, sum nakrantíð eru framd ímóti einum landi, ímóti Norður Korea. Ítøkiliga fer USA at seta í verk tiltøk móti meira enn 50 virkjum og reiðaríum úr níggju londum, sum hava samband við skipaferðslu til og úr Norðurkorea. Hesar fyritøkurnar hjálpa, sambært Donald Trump, stýrinum í Norðurkorea at sleppa undan handilstiltøkunum, sum longu eru sett í verk ímóti Norðurkorea. Revsitiltøkini skulu sambært amerikanska fíggjarmálaráðnum gera tað torførari hjá Norðurkorea at flyta kol og brennievni sjóvegis í altjóða sjógvi. Men revsiátøkini fara ikki bert at raka Norðurkorea. USA fer at kvetta handilssambondini við fyritøkur, sum fíggja kjarnorkuroyndarspreingingarnar hjá Norðurkora, sigur Sara Sanders, talskvinna í Hvítu húsunum. Hon leggur afturat, at hóttanin frá Norðurkorea er ikki bara ímóti USA, men ímóti øllum heiminum, og hon mælir tí londunum, sum eru í samgongu við USA, um at halda handils revsiátøkini. Tvær av fyritøkunum, sum verða raktar av revsiátøkunum, eru kinesiskar, og í Kina eru tey ikki fegin um boðanina hjá Donald Trump. Kinesiski uttanríkisráðharrin vísur á, at kinesiska stýrið altíð hevur hildið tiltøkini, sum ST hevur sett í verk móti Norðurkorea, og tí finst Kina harðliga at USA í hesum máli og krevur, at revsitiltøkini verða strikað alt fyri eitt, sigur uttanríkisráðharrin. Sambært The Independent hava handilssambondini millum Kina og Norðurkorea síðani 2014 ongantíð verið so vánalig. Kina er tó framvegis størsti handilssameindi hjá Norðurkorea. BBC sigur, at hetta kom fram á fundi millum norðurkoranska herleiðaran, Kim Yong chol, og suðurkoreanska forsetan, Moon Jae in, beint undan enda hátíðarhaldinum í OL í Pyeongchang. Á tí fundinum samdust Suður og Norðurkorea um at londini skulu tosa saman, og at viðurskiftini millum NorðurKorea og USA skulu bøtnast, stendur í fráboðan frá forsetaskrivstovuni í Seoul. Men USA hevur sett sum treyt, at Norðurkorea skal vísa tekin um, at landið minkar um kjarnorkubúgvingina, áðrenn londini kunnu tosa saman, skrivar BBC. Leygardagin samtykti ST trygdarráðið einmælt at 30 daga vápnahvíld sum skjótast skal lýsast í økinum, har uppreistrardeildir hava valdið, uttanfyri sýriska høvuðsstaðin Damaskus, so at neyðhjálp kann flytast til økið, og at sjúk og særd kunnu flytast burtur. Men í gjár vóru eingi tekin um vápnahvíld. Skotbardagar vóru, og sambært felagsskapinum SOHR lótu í minsta lagi 14 fólk lív í gjár, teirra millum trý børn. Í seinastu viku doyðu 530 sivilfólk í álopum frá sýriskum bumbuflogførum og herdeildum í Eystur Goutha. 130 av teimum deyðu vóru børn, sigur SOHR. Um vikuskiftið vórðu eisini harðir samanbrestir. Í minsta lagi 13 hermenn hjá sýrisku stjórnini og seks uppreistrarfólk frá Jaish al Isla bólkinum, doyðu í syðra parti av uppreistrarøkinum. Sambært heilsustarvsfólkum í Eystur Goutha, doyði eitt barn, eftir at tað hevði andað okkurt slag av gassi í seg, og 13 onnur eru í viðgerð, tí tey hava ilt við at anda. Leiðararnir fyri vápnaðu bólkunum leggja til rættis álop við eiturevnum fyri at kunna skuldseta stýrið fyri at brúka evnafrøðilig vápn, stendur í fráboðan frá russiska verjumálaráðnum. Týski samveldiskanslarin, Angela Merkel, og franski forsætisráðharrin, Emmanuel Macron, tosaðu ígjár við russiska forsetan, Vladimir Putin, og heittu á hann um at leggja stórt trýst á sýriska forsetan, Bashar al Assad, um í stundini at steðga álopunum móti Eystur Ghouta. Tá nýggi rúsdrekkapolitikkurin verður settur í verk, skulu øll arbeiðspláss við meira enn einum starvsfólki privat og alment seta í verk rúsdrekkapolitikk. Men øll onnur, sum søkja kommununa um skeinkiloyvi ella loyvi at selja rúsdrekka, skulu eisini eftir 1. mars skjalprógva sín rúsdrekkapoltikk. Agathe Fontain, landsstýriskvinna í heilsumálum, sigur við Sermitsiaq, at tað at orða rúsdrekkapolitikkin tryggjar, at arbeiðspláss veruliga taka støðu til, hvussu tey skulu loysa avbjóðingar í sambandi við rúsdrekka til dømis um eitt starvsfólk hevur rúsdrekka trupulleikar. Í javnstøðupolitikkinum verður sentur serliga lagdur á fimm øki. Økt tilvitan um kyn og javnstøðu Javnstøða í arbeiðslívinum Menn og javnstøða Harðskapur og haturstala Lóggáva og altjóða sáttmáli Málið hevur verið fyri í Føroya rætti í morgun, og tá var avgjørt, at Gunnvá slapp við ávaring, tað vil siga, at hon ikki fær eina bót. Ein ávaring er eisini ein revsing, men tað er tann lægsta revsingin, ein kann fáa. Hetta kemur av tí, at hon ikki er partur av nøkrum narko umhvørvi, sigur Jógvan Páll Lassen, verji hjá Gunnvá Tróndardottir Joensen, við útvarpið. Hon hevur verið óansin, og hon kennir ikki samanhangin millum hassj, THC og kannabis, sigur hann, og hetta er eisini grundgeving fyri linu revsingini. Nú er hon blivin klók um, at tað var skeivt, og í dag veit hon nógv meira um tað, enn hon visti, tá hon bílegði vøruna, sigur Jógvan Páll Lassen, verji. Oddvør Poulsen, dagligur leiðari í Beranum, tók væl ímóti fyrispurninginum. Hon visti frammanundan, at tørvurin var til staðar, og tí var avgjørt at fara undir tilgongdina. Kringvarp Føroya skal virka við til at framleiða upplýsandi public service, ið vendir sær til tilflytarar, ið ikki skilja føroyskt ella skandinaviskt. Millum annað hetta stendur í public service sáttmálanum, sum Kringvarp Føroya arbeiðir eftir. Hetta krav verður ikki fylgt í løtuni, men Johnny í Grótinum, Kringvarpsstjórið sigur, at vónandi frá 1. apríl í ár, verða tey mest umráðandi tíðindini týdd til enskt og løgd á heimasíðuna hjá kringvarpinum. Fíggjarmálaráðíð sigur, at í framtíðini verður fíggjarætlanin eitt uppskot til samtyktar, ella at fíggjarætlan verður samtykt fyri nøkur ár. Orðið fíggjarætlan er rúmligari enn fíggjarlóg, sigur Fíggjarmálaráðið. Og fíggjarlógin er ein fíggjarætlan, og tíðarskeiðið kann vera ymiskt, ikki bara eitt ár sum nú. Magnus Rasmussen, formaður í nevndini, sigur, at nevndin hevur fingið klagu frá einum fólki, sum kennir seg illa viðfarið í almennu skipanini. Málið er persónligt. Fyri at verja klagaran, kunnger nevndin ikki navn og klagu. 46 uppskot komu fyrst í september í fjør, men enn hevur Mentamálaráðið ikki gjørt av, hvat skal henda við bygningunum í Hoydølum, tá skúlin flytur haðani, væntandi í summar. Trupulleikin hjá Mentamálráðnum er, at eingir pengar eru í fíggjarlógini til Hoydalar, og einki av teimum 46 uppskotunum hevur nágreiniligar ásetingar um fígging, sum Mentamálaráðið annars bað um, tá tað bað um uppskot. Kambur roynir í løtuni undir Íslandi. Skipið kom í morgun inn á Hafnafjørðin, tí tekniskir trupulleikar vóru við eini kumpass umborð. Kambur hevur okkurt um 50 tons í lastini, og skiparin ætlaði at nýta hetta høvið til at landa fiskin har og senda hann heim við bingju til Føroya. Ein leistur, sum Kambur hevur brúkt síðstu árini, tí íslandskvotan hjá skipinum er nakað størri enn til ein túr, men ov lítil til tveir íslandstúrar. Reiðaríið hjá línuskipinum Kambi hevur fyrrapartin verið í samband við føroyskar myndugleikar fyri at fáa undantaksloyvi at landa tey 50 tonsini í Íslandi og flyta fiskin heim til Føroya í bingjum. Tá línuskipini fiskaðu á Flemish Kap fingu tey loyvi at landa fiskin í Bay Roberts og flyta fiskin heim til Føroya í bingjum. Men tað ber ikki til, tá línuskipini fiska undir Íslandi. Mortan Mortensen, skipari á Kambi ásannar, at sjálvandi eiga reiðaríið og hann sum skipari at seta seg inn í nýggju fiskivinnulógina og kenna tær treytir, hann sambært nýggju fiskivinnulógini skal virka undir. Johan Pauli Helgason, sum er útbúgvin stjórnmálafrøðingur, er settur sum menningarleiðari, og Alda Egilstrøð Magnussen, sum hevur lisið ferðavinnuleiðslu, er sett sum menningarsamskipari. Johan Pauli Helgason hevur seinastu fýra árini starvast sum fulltrúi í Uttanríkis og Vinnumálaráðnum, har hann hevur havt ábyrgd av ferðavinnuøkinum. Áðrenn tað starvaðist Johan Pauli í trý ár sum fulltrúi á Almannamálaráðnum. Alda hevur arbeitt á Visit Tórshavn í eitt ár. Hon hevur eisini royndir í samskipan, har hon millum annað hevur samskipað tiltakið Heystfagnaður á Eiði fyri Eiðis Kommunu. Alda var eisini við til at stovna og arbeiða á kaffistovuni í Saksun, ið lat upp í fjørsummar. Uppgávan hjá Visit Faroe Islands verður nú tvíbýtt ein menningardeild, ið tekur sær av innlendisøkinum og ein marknaðardeild, ið framhaldandi fer at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál uttanlands. Leiðsla og nevndarsamanseting í felagnum er óbroytt, verður sagt í tíðindaskrivi. Landsstýriskvinnan í heilsu og innlendismálum, Sirið Stenberg, hevur gjørt av at seta Margit Stórá sum nýggjan varastjóra við sjúkrarøktarfakligari bakgrund á Landssjúkrahúsinum. Tað boðar Heilsu og innlendismálaráðið frá í tíðindaskrivi. Margit Stórá er 47 ára gomul, er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur frá 1997, hevur tikið diplomútbúgving í leiðslu frá DSH í 2001, kardiologiska eftirútbúgving í 2004, umframt master of public management á Syddansk Universitet í 2012. Hon hevur eisini drúgvar royndir á fyrisitingarliga økinum, har hon millum annað hevur umsitið Kommunulæknaskipanina, umframt royndir sum sjálvstøðugur ráðgevi og undirvísari. Síðani í apríl í fjør hevur Margit Stórá verið fakligur samskipari á Landssjúkrahúsinum. Í ár eru tveyhundrað ár síðani at navnframi H.C. Müller var borin í heim. Føroyski embætismaðurin og politikarin H. C. Müller, sum frá 1848 og til hann doyði í 1897, var sýslumaður í Streymoyar sýslu hevði sera ymisk áhugamál og fjølbroytta virki hansara hevði mangar undrunarverdar síður. Eisini var hann fyrsti postmeistari í Føroyum. Listamaður Anker Eli Petersen. Hetta er onnur útgávan í røðini Vøtn í Føroyum . Lendið við tey stóru føroysku vøtnini er ofta náttúruvakurt, og umhvørvið við triðstørsta vatn í landinum, Sandsvatn, er onki undantak. Eisini fjórðstørsta vatn í Føroyum, Toftavatn, sum liggur í heyggjalendinum millum Toftir og Rituvík liggur í vøkrum umhvørvi. Umgirt av lyngvaksnum heygum og túgvum er Toftavatn eitt av vakrastu støðum í Føroyum. Á havleiðunum kring oyggjarnar fanst ivaleyst av fiski, hvali og kópi og í fuglabjørgunum, á hólmum og stakkum fanst ein ørgrynna av sjófugli. Tað sigur seg sjálvt, at útróður, fugla og hvalaveiða hevur verið ein munandi partur av siðbundna føroyska arbeiðslívinum. Tey bæði frímerkini vísa tveir ymsar veiðihættir við fleygingarstong. Fyrra lýsir veiðu frá berginum antin hava fleygingarmennirnir sitið við eggina ella verið signir niður í bergið. Hitt frímerkið vísir sokallað omanfleyg. Tá omanfleygað varð, stóðu tveir mans við fleygingarstong í hvør sínum skuti á bátinum. Martin M rck hevur teknað og graverað. Frímerkjasavnarar savna ofta ymisk tema av frímerkjum til dømis djór, flogfør, soppar, bilar og so framvegis. Eitt tema er eisini skordýr insektir og tí hevur Posta valt at hava eina útgávu við flugum. Í Føroyum eru skrásett umleið 400 sløg av tvíveingjum. Hetta er tað vit kalla tann hópin av skordýrum, sum skinflugur, blómuflugur og køstaflugur hoyra til. Eisini mýggjabitar og grindalokkar eru við í hesum hópi. Á smáarkinum eru fýra ymiskar flugur glitskinfluga, lærlitt loðmýggj, køstafluga og vanlig húsfluga. Veingirnir á flugunum eru lagdir við einum serligum lakki, sum gevur teimum eitt serstakt skin. Astrid Andreasen hevur teknað. Lógartænastan hjá Løgmansskrivstovuni eftirkannaði 222 uppskot í løgtingsárinum 2016 tað er frá ólavsøkudegi 2016 til ólavsøkuaftan 2017. Lógartænastan kannar lógaruppskot og uppskot um kunngerðir hjá teimum átta stjórnarráðnum. Hetta er triðja ársfrágreiðingin, sum lógartænastan gevur út. Endamálið er framvegis at kunna stjórnarráðini um, hvørjar okkara royndir hava verið seinasta løgtingárið, og hvussu hetta eftirkanningarárið eftir okkara tykki hevur hepnast, sigur Nella Festirstein, deildarstjóri á Lógartænastuni. Við eftirkanningini verður serliga hugt eftir, um uppskot um lógir og annað lúka formligu krøvini í Tingskipanina og rundskrivinum um eftirkanning. Í einum lógaruppskoti var til dømis áseting, sum beinleiðis setti til viks áseting í galdandi sáttmála millum partar á arbeiðsmarknaðinum. Siðvenjan er, at tá partarnir á arbeiðsmarknaðinum hava gjørt sáttmála, eigur lóggevari ikki at koma við inntrivum, sum órógvar samráðingarúrslitið. Leingi hava leysasøgur gingið um, at Sosialurin hevur arbeitt við eini søgu um Bjarna Hammer, tinglim og løgreglumann, sum keldur hjá blaðnum søgdu hevði við hasj at gera. Mikudagin gingu leysasøgurnar sum rótasúpan, eisini í sjálvum tinginum, og seinni hendan dag skrivaði vágaportalurin, at tveir danskir politistar høvdu verið í Føroyum og tosað við Bjarna Hammer um málið. Fútin hevði onga viðmerking, og so kom Bjarni Hammer sjálvur við tíðindaskrivi til Vágaportalin, har hann vísti øllum skuldsetingum frá sær, men segði, at tveir danskir løgreglumenn høvdu biðið seg um eina samrøðu umborð á Smyrli fyri góðum tveimum vikum síðani. Hetta var nakað eftir, at Sosialurin sum ikki hevði almannakunngjørt nakað hevði valt at melda málið til løgregluna. Eg skal boða frá, at eg aldrin nakrantíð havi selt nøkrum rúsevni , skrivaðí Bjarni Hammer millum annað í fráboðanini sambært Vágaportalinum. Í dag hevur Sosialurin fleiri greinar um málið. Á forsíðuni er mynd av Bjarna Hammer við tekstinum vildi skaffa hasj til ungar kvinnur . Blaðið skrivar ikki, hvat slag av tilfari ella prógvum journalistarnir hava latið løgregluni. Men eftirsum blaðið endurgevur úr millum annað telefonsamrøðu, so ber til at gita, at talan man vera um upptøku. Eg havi tosað við XXX navngivnan persón , og hann sigur, at hann hevur einki nú, men ætlar at skaffa okkurt millum jól og nýggjár. Lat meg siga tað soleiðis, tað plaga ikki at ganga nógvir dagar, har hann ikki hevur nakað Sosialurin skrivar eisini, at Bjarni Hammer skal hava sagt, at hesin maðurin, sum Hammer kallar primus motor tá tað kemur til hassj, skal vera ein góður vinmaður. Vanliga avdúka vit við at grava í farnum hendingum, men í hesum førinum hevur Sosialurin átikið sær leiklutin sum viðleikari í einari í ringasta føri ólógligari hending í royndini at finna fram til ólógligt virksemi hjá einum tingmanni, løgreglumanni og býráðspolitikara . Løgreglan yvirtekur ikki málið beinanvegin. Heldur er narkodeildin á síðulinjuni og fylgir við í tí, sum Sosialurin og keldurnar gera og sendir kunning víðari til donsku starvsfelagarnar orsakað av gegnistrupulleikum . Hvussu stór tann upphæddin verður, er ikki møguligt at staðfesta í løtuni, sigur Jan Jakobsen, stjóri á LÍV, ið skal byggja hotell saman við Atlantic Airways. Jan Jakobsen vil ikki vísa aftur, at LÍV møguliga eisini verður við at fíggja ein part av verkætlanini. Ein verkætlan, ið verður mett at kosta 120 milliónir krónur, har LÍV eigur 60 og Atlantic Airways eigur 40 . Hann vil ikki siga, hvussu stórt tað kravið er, ella hvussu stóran hann metir váðan at vera, men einans at verkætlanin er nóg áhugaverd fyri LÍV, at tey vildu gerast ein partur av henni. Kjak hevur tikið seg upp hvørt íløgan, ið LÍV setur í eitt hotell í Havn, ikki eins væl var brúkt uppá á at byggja bústaðir. Tað er eingin loyna, at bústaðarneyðin er stór hjá nógvum og millum annað hevur Tórshavnar kommuna sett átøk í verk, ið skulu bøta um tann trupulleikan. Jan Jakobsen sigur, at LÍV hevur verið í ymsum tilgongdum við bústaðarbygging, men at higartil hevur einki av teimum borðið á mál. Jan Jakobsen sigur, at tá LÍV ger íløgur, so er tað møguleikin fyri avkastið, ið fyrst og fremst ger seg galdandi. Hann sigur, at higartil hevur tað verið torført at fáa trygd fyri íløguna í samband við bústaðarbygging, og tí hava teir ikki sett pengar í higartil. Eg eri sera ørkymlaður av málinum. Javnaðarflokkurin tekur málið í størsta álvara, og flokkurin fer at viðgera málið saman við Bjarna Hammer. Tað sigur Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, nú Sosialurin hevur løgtingsmannin hjá flokkinum á forsíðuni undir yvirskriftini vildi skaffa hassj til ungar gentur . Formaðurin í Javnaðarflokkinum vil ikki gera fleiri viðmerkingar til málið í kvøld, men Aksel V. Johannesen lovar at gera eina samrøðu við útvarpið fyrrapartin í morgin. Tað hevur ikki eydnast útvarpinum at fáa fatur á Bjarna Hammer sjálvum, og advokatur hansara, Jógvan Páll Lassen, hevur ongar viðmerkingar til málið. Men tá vit ikki kunnu viðgera okkum sjálvi senda vit altíð slík mál til statsadvokatin í Keypmannahavn. Tey gera so neyðugu kanningarnar og taka síðani støðu til, hvørji stig skulu takast, sigur John Kølbæk. Fútin vísir í hesum sambandi á, at løgreglufólk skulu halda seg til ásetingarnar í donsku tænastumannalógini. Grein 10 í tí lógini sigur, at Tjenestemanden skal samvittighedsfuldt overholde de regler, der gælder for hans stilling, og s vel i som uden for tjenesten vise sig værdig til den agtelse og tillid, som stillingen kræver. Barbara Holm er blaðstjóri á Sosialinum. Vit spyrja hana, hví blaðið fer til løgregluna heldur enn at almannakunngera síni kanningarúrslit, soleiðis sum vanligt er. Í hesum konkreta førinum metti vit tað vera mest forsvarligt at gera tað upp á hendan mátan, sum vit hava gjørt tað, sigur Barbara Holm um rúsevnismálið um Bjarna Hammer, sum sambært Sosialinum hevur roynt at skaffa hassj til ungar kvinnur. Vit hava síðst í januar mánaða valt at handa málið til løgregluna, alt sum tað er, og nú eru vit so her, sigur hon og leggur afturat, at hon ikki fær komið nærri inn á, júst hví Miðlahúsið hevur tikið hesa avgerð. Hetta her vísti seg tó skjótt at vera ein serliga støða og ein serliga søga, har okkara gravandi arbeiði leiddi fram til eitt úrslit, sum leiddi til at okkara løgfrøðingar og okkara leiðsla metti tað frægast at fara til løgregluna, sigur Barbara Holm um grundgevingina fyri, at Sosialurin handaði løgregluna málið. Barbara Holm metir ikki, at Sosialurin er ógegnið í málinum, og at blaðið framvegis kann dekka málið, hóast blaðið nú er ein partur í málinum. Vit hava dokumentatiónina fyri tað, sum vit siga. Fyri tað um vit eru ein partur av málinum, so haldi eg kortini, at vit kunnu dekka tað. Vit kunnu kanska dekka tað betri enn nakar annar, netupp tí at vit hava verið ein partur av hesum og hava verið gravað í tí so langa tíð, sum vit hava. Bjarni Hammer, tingmaður, verður nú lagdur undir at hava við eitt mál um hash at gera. Sosialurin skrivar í dag, at Bjarni Hammer, løgtingslimur og løgreglumaður, vildi skaffa hassj til ungar kvinnur. Sosialurin hevur meldað málið til løgregluna. Bjarni Hammer vildi ikki gera samrøðu við Dag og Viku í kvøld, men vísur aftur, at hann hevur selt ella skal hava roynt at selt nøkrum rúsevni. Gunnvá Tróndardóttir, sum hevur sklerosu, var í heyst ákærd fyri at innflyta rúsevni, tí hon bílegði 25 sjokulátabønir við hashi. Í dag fekk hon eina ávaring í Føroya Rætti. Listamaðurin Trygvi Danielsen vann um vikuskiftið ársins Geyta fyri filmin 111 góðir dagar . Filmurin snýr seg um ta sosialu oyðimarkargongd, sum tað er at vera ein maður mitt í 20unum í Havn. Vit skulu ávara um málburðin í innslagnum. Við Geyta heiðurslønini fylgdu 30.000 krónur. Maria Tórgarð vann Áskoðaravirðislønina á 25.000 krónur fyri filmin maðurin við blæðuni . Í sambandi við regluliga eftirlitið hjá Fíggjareftirlitinum í fjør heyst fekk BankNordik boð um at niðurskriva høvuðssætið í Tórshavn. Ein treyt fyri søluni er tó, at bankin sleppur at gera eina langtíðar leiguavtalu við keyparan, so bygningurin framhaldandi kann vera høvuðssæti hjá BankNordik samtakinum. Á seinasta løgtingsvali valdu 48 av teimum spurdu eina kvinnu, men bara 25 av monnunum valdu eina kvinnu. Tølini fyri seinasta kommunuval eru ávikavist 57 og 31 . Demokratia heldur, at hetta úrslitið vísir, at tað er ikki rætt, tá tað onkuntíð hoyrist, at kvinnur velja ikki kvinnur. Heldur eru tað menninir, sum enn velja menn. Kanningin vísir, at 81 av teimum spurdu taka undir við javnstøðu í politikki. Men fólk vilja ikki, at lóggevast skal fyri javnstøðu á løgtingi og kommunustýrum. Hugburðurin er tann sami, tá spurt verður um barnsburðarfarloyvi. 86 av teimum spurdu svara, at foreldur skulu sjálvi býta farloyvið millum sín. Kanningin vísir eisini, at kvinnurnar hava høvuðsábyrgdina av at keypa húsarhaldsvørur, gera døgurða, vaska klæðir, gera reint, fara til lækna ella tannlækna við børnum, og at vera heima hjá sjúkum barni. 522 fólk, 18 ár og eldri, vórðu spurd í kanningini, sum Demokratia hevur latið gera. Hon varð gjørd frá 19. desember í fjør til 3. januar í ár. Sambært einari frágreiðing, sum Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur fingið gjørt og lagt fyri tingið mikudagin, taka føroyskir pápar taka bara 7 av barsilsfarloyvinum, men mammurnar taka 93 . Undan kreppuni í 1992 og aftur í 2008 varð nógv lænt. Útlánsvøksturin undan fyrru kreppuni byrjaði longu í 1983, men útlánsvøksturin tók bara 2 3 ár, áðrenn kreppan rakti í 2008, sigur Landsbankin. Lyklatalið vísir, at útlánini eru minkað samanborið við bruttotjóðarúrtøkuna. BTÚ vaks seks prosent frá 2016 til í fjør, men útlánini eru bara vaksin fimm prosent. Búskaparligi vøksturin í løtuni eru tí mest at kalla sjálvfíggjaður, tað er samansparing ella forvunnin peningur, ella er hann fíggjaður við lánum uttanlands, sigur Landsbankin. Ein av høvuðsuppgávunum hjá Landsbankanum er at virka fyri fíggjarligum støðufesti i Føroyum. Tað er eisini ásett í nýggju landsbankalógini. Lewinsky sigur nú við blaðið Vanity Fair, at forsetin gjørdi sær dælt av síni støðu, tá hon sum ung í 20 unum var í starvsvenjing í Hvítu húsinum, og hann var forseti í Amerika. Tað, sum hendi millum meg og Clinton, var ikki kynsligur ágangur, hóast vit nú viðurkenna, at talan var um grova valdsmisnýtslu, skrivar Lewinsky í Vanity Fair. Í longri tíð hava kvinnur í øllum heiminum greitt frá ágangi, sum tær leggja menn, sum hava vald, undir at hava framt. Rørlsan, ið byrjaði við einum hashtaggi á sosiala miðlinum Twitter, tók dik á seg og fekk eisini veruligar avleiðingar serliga í Hollywood. Fleiri viðurkendir sjónleikarar og filmsframleiðarar hava mist arbeiði vegna teimum mongu søgunum, sum kvinnur í hópatali hava greitt frá. Hesar frágreiðingar hava fingið Lewinsky at broyta áskoðan sum 44 ára gomul. Serliga hugsar hon um tann valdsmunin, sum var millum hana og táverandi forsetan, og hvussu hesin valdmunir hevur ávirka seg. Nú eri eg farin at hugsa um týdningin av, hvussu stórur valdsmunur er á einum forseta og einum persóni, sum er starvsvenjing í Hvítu húsinum, sigur hon. Hann var stjóri mín, hann var 27 ár eldri enn eg, og hann hevði nokk av lívsroyndum til at vita betri. Hann var á sínum professionella hæddarpunkt, meðan eg var í mínum fyrsta starvi eftir loknan lestur, sigur hon. Endamálið við kappingini er at eggja børnum og ungum at fáast við tónleik og at mennast sum tónleikarar. Kappingin tekur støði í tónleikalívinum í breiðari merking, bæði í musikkskúlahøpi og í tónleikalívinum í býnum. Hendan samanleggingin hevur fleiri broytingar við sær. Eitt nú verður kappingin bólka í 3 bólkar Bólkur 1 til og við 13 ár Bólkur 2 14 ár og til og við 17 ár Bólkur 3 18 ár og til og við 25 ár Í bólki 1 fáa luttakararnir í mesta lagið 8 minuttir til teirra framførslu og 1 3 av tilfarinum skal vera egið tilfar. Í bólki 2 fáa luttakararnir í mesta lagið 10 minuttir til teirra framførslu og 2 3 av tilfarinum skal vera egið tilfar. Í bólki 3 fáa luttakararnir í mesta lagið 12 minuttir til teirra framførslu og 2 3 av tilfarinum skal vera egið tilfar. Við at seta sjóneykuna á rútmiska tónleikapallin ynskir kappingin at geva sítt íkast til føroyska mentanarlívið, at vísa evnaríkum ungdómum størri ans, at vera fyrimynd fyri onnur ung, at staðfesta skapanargleði, menning og dygd, og at stimbra áhugan fyri rútmiskum tónleiki sum heild. Leikurin gevur tær ikki svarini, men tú noyðist sjálvur at koma til tínar egnu niðurstøður, sigur Jákup Bogi Joensen, sum letur sera væl at leikinum. Leikurin Soli Deo Gloria, sum gongur á Tjóðpalli Føroya, er í stuttum er leikurin 12 søgur um at finna, merkja, fáa, geva, líta á, missa, varðveita, tora, trúgva upp á og ynskja kærleika. Ein broyting er í ár frá seinastu árum, og tað er, at ársins fyrstuhjálpari fyri sálarliga hjálp eisini verður funnin. Árini frammanundan hevur tað bert verið fyri kropsliga fyrstuhjálp, virðislønin hevur verið latin. Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, hevur mælt Bjarna Hammer, tingmanni til at fara í farloyvi, meðan løgreglan kannar málið um hassj, sum Sosialurin boðaði politinum frá fyri nøkrum vikum síðani. Vit hava viðgjørt tað í flokkinum, og eg tosaði við Bjarna Hammer í gjárkvøldið. Vit halda, sum støðan er beint nú bæði fyri Bjarna Hammer sjálvan og hansara familju, og fyri Javnaðarflokkin og politiska skipanina at tað er skilabest, meðan løgreglan kannar málið, at hann fer í farloyvi, sigur løgmaður. Søgurnar um tingmannin eru sera ørkymlandi. Tað endurtók Aksel V. Johannesen, tá vit fyri løtu síðani tosaðu við hann í Tinganesi. Hann er ikki í løgtinginum í dag, og hann umhugsar sína støðu, og so taka vit harfrá, sigur hann, og leggur afturat, at hann heldur tað er skilabest fyri allar partar, um Bjarni Hammer fer í farloyvi, meðan løgreglan kannar málið. Tí er tað ein máti at fáa eitt sindur ró yvir tingini, at hann trekkir seg, meðan málið verður kannað. So mugu vit bíða eftir, hvørja niðurstøðu løgreglan ella Statsadvokaturin kemur til í hesum málinum, sigur hann og leggur afturat, at enn er eingin skuldseting sett fram av løgregluni. Vit skulu minnast til, at vit liva í einum rættarsamfelag, har vit hava rættartrygd, og í hesum máli er eingin dómur avsagdur. Tað er heldur ikki reist ákæra og eingin skuldseting, og tí er tað ikki rætt hvørki av mær ella nøkrum øðrum at úttala seg í málinum, fyri enn løgreglan er liðug at gera sítt arbeiði. Harafturat krevja ákærararnir eisini, at fyrrverandi suðurkoreanski forsetin, Park Geun hye, skal gjalda 664 milliónir krónur í bót. 66 ára gamla, Park Geun hye, varð koyrd frá sum forseti í mars í fjør í kjalarvørrinum av eini gølu, sum skakaði bæði vinnulívið og politiska landslagið í Suðurkorea. Ein vinkona fyrrverandi forsetan, Choi Soon sil, var eisini uppi í málinum, og fyri 14 døgum síðani dømdi ein rættur í Seoul hana 20 ára fongsulsrevsing. Choi varð dømd sek í ákæruni fyri saman við fyrrverandi forsetanum at hava kroyst milliónir úr risafyritøkum, sum til dømis Samsung og Hyundai. Ákæruvaldið segði, at Choi gjørdi sær dælt av myndugleikanum hjá forsetanum at fáa sær persónligan vinning, og at máa undan virðunum í grundlógini. Í høvuðsheitum verða reglurnar, sum eru galdandi fyri fíggjarligar handilsfelagsskapir, eisini galdandi fyri tryggingarhaldsfelagsskapir. Fíggjarligir haldfelagsskapir skulu sambært galdandi reglum hava ein ávísan kapital fyri at kunna reka virksemi. Tað verður gjørt upp sambært reglunum fyri peningastovnar, sum eitt krav um 8 av váðamettu aktivunum. Skotið verður upp, at nevndin og stjórnin í einum tryggingarfelag, fíggjarligum haldfelagsskapi og tryggingarhaldfelagsskapi skulu hava hava nóg stóra vitan, fakligan førleika og royndir at røkja starvið ella uppgávuna í felagnum. Haraftrat skal ein nevndarlimur ella stjóri hava móg gott umdømi, verða heiðurligur, hava integritet og vera óheftur fyri kunna meta um og finnast at avgerðum, sum dagliga leiðslan tekur. Illgruni er um, at stjórnardeildir í Sýria hava brúkt klorgass í álopi móti uppreistrardeildum í Gouthe landumráðnum uttanfyri Damaskus. Heilsustarvsfólk í økinum siga, at fleiri fólk eru komin í viðgerð við sjúkueykennum, sum benda á, at tey hava andað í seg klorgass. Bæði offur og ambulansu fólk siga, at tað stóð ramur luktur av klorgassi eftir eina ógvusliga spreinging í gjár, sum kravdi eitt mannalív. Sýriski herurin hevur ikki viðmerkt skuldsetingarnar, men Russland segði sunnudagin, at uppreistrarfólk brúka evnafrøðilig vápn í Ghouta og leggja ábyrgdina á stjórnardeildir. Sýriskir mannarættindaeygleiðarar siga, at eitt barn doyði eftir spreingingina, tí tað fekk ikki andað, men enn er ikki váttað, at talan er um evnafrøðilig vápn. Felagsskapurin móti evnafrøðiligum vápnum, OPCW, hevur staðfest, at stjórnardeildir brúka ólógliga nervagassið, sarin, í álop móti uppreistrardeildum í býnum Khan Sheikoun í apríl í fjør, tá túsundtals fólk lótu lív. ST stovnurin sigur, at tey hava null tolerancu, tá talan er um at gera sær dælt av støðum, og stovnurin ikki visti, at samstarvsfelagsskapir hava misnýtt sína støðu til hetta. Kvinnur greiða frá, at um tær koma heim við matvørum og aðrari neyðhjálp, verður tað tulkað sum tekin um, at tær við kroppi sínum hava rindað fyri vørurnar. Ein kelda sigur við BBC, at ávísir hjálparfelagsskapir venda blinda eyga til og lata lokalar undirveitarar taka sær av at flyta matvørur til vandamikil støð støð, sum altjóða felagsskapir ikki náa út til. ST hevur fleiri dømi um, hvussu misnýtslan hevur verið. Í nøkrum førum eru kvinnur og gentur giftar við hjálparfólkum eitt stutt tíðarskeið, sum hava fingið kynsligar tænastur. Afturfyri hava kvinnur fingið matvørur. Onnur dømi eru um hjálparfólk, sum býta út matvørur, og bjóða seg fram at koyra matvørur heim. Afturfyri vilja tey so hava kynsligar tænastur og verða hjá teimum um náttina. Kvinnur, sum ikki hava ein mann, til dømis einkjur og fráskildar, hava verið í stórum vanda á hesum øki, sigur ST í frágreiðingini. Tað var alment fyri trimum árum síðani, at matvørur fyrst vóru hildnar aftur og síðani vórðu tær býttar út alt eftir, um kvinnurnar vildu gera kynsliga tænastu afturfyri, stendur í frágreiðingini sambært BBC. Í 1990 kom tónleikaverkið, Tornið við heimsins enda út í samband við 90 ára føðingardag William Heinesens. Tað vóru brøðurnir Oddur og Ólavur Jacobsen umframt Jóhann Petur Andreasen, sum skrivaðu tónleikin til verkið, ið telir níggju skeringar. Tónleikurin byggir á tekstir eftir William Heinesen við tveimum undantøkum, Mattheus og Longsul, sum Oddur skrivaði. Men aftanfyri stórfingnu fløguútgávuna, sum kom út í samband við níti ára føðingardag William Heinesens, lá sjónleikur við sama heiti, sum Egi Dam stóð fyri. Hesin sjónleikur gekk fyri fullum húsum í Sjónleikarhúsinum í Havn. Brøðurnir, Ólavur og Oddur Jacobsen vórðu biðnir um at vera við til at skriva tónleikin til sjónleikin, sum var pallsettur tvær reisur, fyrstu ferð í 1985 og aðru ferð í 1988. Undir seinastu pallsetingunum av sjónleikinum, Tornið við heimsins enda, byrjaði tankin um at innspæla løgini sum einstøk, liðug løg at taka skap í Ólavi Jacobsen. Við stuðli frá Tórshavnar kommunu, við hjálp frá millum øðrum Jóhannus á Rógvu Joensen, sum hevði góð sambond til danskar tónleikarar og tónasmiðir, fór hann til verka vid tí fyri eyga, at gera dreymin til veruleika. Eitt av mongu góðu sambondunum, Jóhannus á Rógvu Joensen hevði, var danin, Torben Kjær, sum legði tónleikin til rættis. Hann flutti løg, sum vóru smíða á tveimum gittarum, til stór symfonisk verk. Tónleikur, sum millum annað bleiv innspældur av 47 mans stóra orkestrinum hjá Danmarks Radio og trimum av manningini í íslendska heimskenda bólkinum, Mezzoforte. Sungin av norðurlendskum solistum sum Tommy Kørberg og Sanne Salomonsen, umframt átta ára gomlu, Bjørg Poulsen, sum hevði arbeitt saman vid Ólavi fyrr, tá hon sang lagið hjá Ólavi og Oddi, Syngja sama lag. Men á útgávuni, Tornið vid heimsins enda er eitt lag, sum kallast, Guðs gólv. Tad er hetta lagið, henda sending tekur útgangsstødi í. Tí hvat er Guðs gólv, hvør er hesin tekstur, William Heinesen skrivaði, hvat snýr hann seg um, og hvat sigur hann um høvundan, um okkum menniskju og um Guð Og hvussu las Ólavur henda tekst fyri meir enn tríati árum sídan, tá leikurin var leiktur, og tá tónleikurin varð tikin upp, og hvussu lesur og skilur hann tekstin í dag Í 1990 kom tónleikaverkið, Tornið við heimsins enda út í samband við 90 ára føðingardag William Heinesens. Tað vóru brøðurnir Oddur og Ólavur Jacobsen umframt Jóhann Petur Andreasen, sum skrivaðu tónleikin til verkið, ið telir níggju skeringar. Tónleikurin byggir á tekstir eftir William Heinesen við tveimum undantøkum, Mattheus og Longsul, sum Oddur skrivaði. Men aftanfyri stórfingnu fløguútgávuna, sum kom út í samband við níti ára føðingardag William Heinesens, lá sjónleikur við sama heiti, sum Egi Dam stóð fyri. Hesin sjónleikur gekk fyri fullum húsum í Sjónleikarhúsinum í Havn. Brøðurnir, Ólavur og Oddur Jacobsen vórðu biðnir um at vera við til at skriva tónleikin til sjónleikin, sum var pallsettur tvær reisur, fyrstu ferð í 1985 og aðru ferð í 1988. Undir seinastu pallsetingunum av sjónleikinum, Tornið við heimsins enda, byrjaði tankin um at innspæla løgini sum einstøk, liðug løg at taka skap í Ólavi Jacobsen. Við stuðli frá Tórshavnar kommunu, við hjálp frá millum øðrum Jóhannus á Rógvu Joensen, sum hevði góð sambond til danskar tónleikarar og tónasmiðir, fór hann til verka vid tí fyri eyga, at gera dreymin til veruleika. Eitt av mongu góðu sambondunum, Jóhannus á Rógvu Joensen hevði, var danin, Torben Kjær, sum legði tónleikin til rættis. Hann flutti løg, sum vóru smíða á tveimum gittarum, til stór symfonisk verk. Tónleikur, sum millum annað bleiv innspældur av 47 mans stóra orkestrinum hjá Danmarks Radio og trimum av manningini í íslendska heimskenda bólkinum, Mezzoforte. Sungin av norðurlendskum solistum sum Tommy Kørberg og Sanne Salomonsen, umframt átta ára gomlu, Bjørg Poulsen, sum hevði arbeitt saman vid Ólavi fyrr, tá hon sang lagið hjá Ólavi og Oddi, Syngja sama lag. Men á útgávuni, Tornið vid heimsins enda er eitt lag, sum kallast, Guðs gólv. Tad er hetta lagið, henda sending tekur útgangsstødi í. Tí hvat er Guðs gólv, hvør er hesin tekstur, William Heinesen skrivaði, hvat snýr hann seg um, og hvat sigur hann um høvundan, um okkum menniskju og um Guð Og hvussu las Ólavur henda tekst fyri meir enn tríati árum sídan, tá leikurin var leiktur, og tá tónleikurin varð tikin upp, og hvussu lesur og skilur hann tekstin í dag Seinast í januar í ár gav so Umhvørvisstovan Bakkafrosti umhvørvisgóðkenningina við ymsum treytum, eftir at fleiri partar høvdu ummælt ætlanina, millum annað Kunoyar kommuna og Klaksvíkar kommuna. Tá umhvørvisgóðkenningin varð givin, fingu partarnir at vita, at teir kundu kæra avgerðina til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum. Talan er um eina stóra smoltstøð, sum skal ala 5 milliónir smolt um árið. Reinsiskipan skal reinsa vatnið, so tað mesta kann nýtast aftur. Roknað verður við 5.000 tonsum av fóðri til smoltini, og mett verður, at skarnið frá alingini verður 750 til 1.000 tons um árið, umframt nakað av fóðurspilli Tá talan er um óljóð frá bátum og skipum, sum hoyra til virksemið, skal tað vera so skynsamt sum gjørligt, og Heilsufrøðiliga Starvsstovan kann krevja broytingar, eisini um ljósið er til ampa. Í seinasta lagi 1. apríl í ár skal Bakkafrost boða frá, hvussu og hvat skal gerast við skarnið, tí hildið verður ikki at tað kann fara í Haraldsund, og tí hevur Bakkafrost umhugsað at lata skarnið í leiðing tvørturum Kunoynna og í Kalsoyarfjørð, har streymur er. Tað einasta, sum Bjarni Hammer vil endurgevast fyri í dag er, at hann ikki vil hava, at støðan hjá honum skal ávirka tingarbeiðið skeivan veg, og at hann helst seinni í kvøld fer at boða løgmanni frá, um hann fer í farloyvi. Løgmaður segði við útvarpið á middegi, at tað hevði verið skilabest at Bjarni Hammer fór í farloyvi, meðan løgreglan kannar málið. Grein 33 í galdandi lóg sigur, at landskassin endurrindar læruplássinum lønina, sum tað hevur goldið lærlingi, meðan hann hevur gingið í skúla. Endurgjaldið er 75 av ásettu minstulønini. Sambandsflokkurin mælir til at broyta grein 33, soleiðis at endurgjaldið verður 100 av ásettu minstulønini. Sambandsflokkurin vísir á, at hóast talið av lærlingum er hækkað síðani fíggjarkreppuna, so átti tilgongdin at verið størri, nú búskapurin hevur stórt viðrák. Tí er neyðugt við politiskum átøkum fyri at fáa fleiri í læru. Og tí eiga læruplássini at fáa fult endurgjald úr landskassanum, meðan lærlingurin er í skúla. Sambandsflokkurin roknar við, at tað fer at kosta landskassanum umleið 14 milliónir krónur, um tilgongdin av lærlingum verður um 300 árliga. Men flokkurin roknar við, at tilgongdin av lærlingum fer at økjast upp í 350 til 400 um árið. Tí fara útreiðslurnar at hækka so líðandi úr 14 milliónum upp í góðar 20 milliónir, skrivar Sambandsflokkurin í viðmerkingum til uppskotið. Tí má tað metast sum ein váðarík íløga, sum LÍV er farið undir. Tað sigur Poul Christoffur Thomassen, aktuarur og fyrrverandi stjóri í LÍV. Poul Christoffur Thomassen, aktuarur og fyrrverandi stjóri í LÍV, sigur, at tað er ikki óvanligt, at eftirlønarfeløg gera íløgur í fastogn, men at tað samstundis er ein váði at gera íløgur í eitt hotel, tí tað er ein íløga, sum hevur lága umsetiligheit. Poul Christoffur Thomassen sigur, at íløgan kann metast sum at verða váðarík í tann mun, at um fortreytirnar ikki halda, so er torført at koma úr henni aftur. Vanliga mannagongdin er tann, at eftirlønarfeløg fíggja stórar verkætlanir, heldur enn at standa sum eigari. Við at fíggja verkætlanum, fær ein pening inn leypandi, meðan váðin er størri við at veita eginpening. Dómsnevndirnar til FMA, sum seinastu vikurnar hava arbeitt við, hvørji skulu vera í uppskoti til føroysku tónlistavirðislønirnar, hava tilnevnt hesi. Umframt tilnevningarnar er eisini greitt, hvørji spæla á FMA, sum verður leygarkvøldið 10. mars Mattias Kapnas Eyðun Nolsøe Lea Kampmann Alda Magna Son of Fortune Tarira Ólavur á Váli Asyllex FRUM MOMO Seinni í vikuni verður kunngjørt, hvørji eru tilnevnd sum Ársins nýggja navn, Ársins framleiðari og fyri at hava gjørt Ársins videolag. Hvat er tað góða lívið og hvussu røkka vit hesum máli Fyrst skifta vit orð við Jógvan D. Hansen, heimsspeking, Magnus Gaard, lívfrøðing, og Gitte Klein, master í positivari psykologi. Eisini fáa vit vitjan av Theodor Eli Dam Olsen, presti, sum vit eitt nú spyrja hvussu hann sum prestur vil seta orð á tað góða lívið. Hvat siga hagtølini og liva vit tað góða lívið í Føroyum Fyrst í seinra hálvleiki skifta vit orð við Magna Mohr, ið er formaður í Fólkaheilsuráðnum. At arkitekturur ávirkar okkum er ongin loyna. Men hvat skulu vit hugsa um, tá arkitekturin og tað góða lívið skulu ganga hond í hond Hesar og aðrar spurningar umrøða vit saman við Heidi Poulsen, arkitekti. Í hvønn mun broytast lívsvirðini, tá tú gerst fongdur við álvarsliga sjúku Hesu viðurskifti noyddist Niklas Heri Jákupsson at fyrihalda seg til, tá hann gjørdist álvarsliga sjúkur av strongd. Eisini hava vit verið á gøtuni og spurt fólk, hvat tey halda eyðkennir tað góða lívið, samstundis sum lurtarin hevði høvi at skriva til Nón við sínari hugsan um tað góða lívið. Nógvir tilflytarar hava stórar avbjóðingar, tá tey skulu taka útbúgving í Føroyum. Tey skulu læra seg bæði føroyskt og danskt, tí nógv tilfar er á donskum. Aksel V. Johannesen, løgmaður, og formaður í Javnaðarflokkinum væntar, at Bjarni Hammer fer í farloyvi úr løgtinginum. Tað segði hann, tá hann var gestur í Degi og Viku í kvøld. Kvinnur mangla í Føroyum á nógvar ymiskar mátar. Kvinnur mangla í tali, men eisini í talu. Tað siga leikarnar, sum í næstum sýna fram ein leik, ið varpar ljós á alt tað stilla og manglandi í samfelagnum. Leikurin eitur Látur Medusu. Rættarhjálpin er fyri stóran part fíggjað úr Danmark. Løgmálaráðið letur henni slakar 390.000 krónur um árið og landsstýrið 50.000 krónur. Læknatrotið í Føroyum er aftur á skránni, nú Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur svarað Magnusi Rasmussen, løgtingsmanni, sum spurdi um serlæknar. Avtalur eru gjørdar við Ríkissjúkrahúsið um ávísar sergreinar, har nýútbúnir føroyskir serlæknar arbeiða parttíð á Landssjúkrahúsinum í nøkur ár, til tey eru til reiðar at taka við starvi sum yvirlækni í føroyska sjúkrahúsverkinum. Ætlanin er eisini at seta fimm milliónir krónur av næsta ár til serlæknar, upplýsir Sirið Stenberg í svarinum til Magnus Rasmssen. Jógvan á Lakjuni, sum var landsstýrismaður í mentamálum, tá útvarpið og sjónvarpið vórðu løgd saman í Kringvarp Føroya í 2004, sigur í viðmerkingunum til uppskotið, at frá byrjanini varð gjørt greitt, at samanleggingin skuldi ikki hava við sær, at tíðinadeildirnar skuldu leggjast saman. Í kringvarpslógini frá 2006 varð ásett, at stovnurin skuldi hava tvær tíðindaeindir, men hetta varð ongantíð sett í verk, sigur Jógvan á Lakjuni. Í 2010 varð reglan í kringvarpslógini um tvær sjálvstøðugar tíðindaeindir broytt til tvær tíðindaredaksjónir, og orðið sjálvstøðugar varð tikið burtur. Jógvan á Lakjuni sigur, at endamálið við uppskotinum er at fara aftur til upprunaliga ætlanina um at hava tvær sjálvstøðugar tíðindadeildir, sum skulu tryggja størri fjølbroytni í tíðindaflutningin. Á tingfundinum, sum byrjar klokkan 11, skal løgtingið eisini viðgera eitt lógaruppskot frá Sambandsflokkinum um at liberalisera elorkuøkið. Burturkast at brenna má ikki vera longri enn ein metur, tí ikki ber til at balla rusk, ið er størri enn hetta. Sum dømi kunnu nevnast rør og tílíkt. Leivdir av nótum, gørnum og tílíkum mugu ikki latast saman við tí, sum skal brennast, tí tað fløkist í ballimaskinuni. Tað skal latast til endurnýtslu og ikki til at brenna. Í viðmerkingunum til uppskotið, sum er til samtyktar, sigur Sambandsflokkurin, at skipanin eigur at fevna um børn og ung í fólkaskúlaldri, og listaskúlaskipanin eigur at virka um alt landið. Ein listaskúlaskipan hevði verið við til at menna skapanarevnini hjá børnum og ungum, og harvið ment og ríkað listina í Føroyum, sigur Sambandsflokkurin í viðmerkingunum til uppskotið. Kári P. Højgaard sigur í viðmerkingunum til uppskotið, at grannalondini hava linkað krøvini um koyrikort hjá eldri borgarum, og samanborið við tey hava vit strangastu ásetingar fyri at endurnýggja koyrikortið hjá eldri bilførarum. Eftir galdandi lóg skulu 75 ára gomul, sum hava koyrikort, til læknakanning annaðhvørt ár fyri at fáa endurnýggjað koyrikortið. Tá tey eru fylt 80 ár, skulu tey læknakannast á hvørjum ári. Kári P. Højgaard spurdi herfyri Henrik Old, landsstýrismann, um landsstýrið ætlar at gera somu broytingar, sum danir hava gjørt við at taka aldursmarkið av, strika læknakanningina og at hava 15 ára gildistíð. Flokkurin sigur í viðmerkingunum til uppskotið, at tað er ein fyritreyt fyri at menna hægri útbúgvingar og gransking, at akademiska vitanin verður savnað á einum kampusøki, sum hevur til endamáls at samansjóða, skapa trivnað, brúka felags høli, útbúnað, lærarar og undirvísing. Fróðskaparsetrið er ein nátúrligur miðdepil fyri akademiska umhvørvið í Føroyum, og má hava bestu umstøður at virka og mennast undir, sigur Sambandsflokkurin. Flokkurin heldur, at almennu søvnini, eitt nú Fornminnissavnið og Náttúrugripasavnið, verða løgd í sama umhvørvi fyri at gera tey meira áhugaverd og sjónlig. Talan er harafturímóti um at savna verandi virksemi saman í størri og hóskiligari eind, enn støðan er í dag, sigur Sambandsflokkurin í viðmerkingunum til uppskotið. Stýrið fyri ALS hevur samtykt eina tíðaravmarkaða neyðloysn, sum er galdandi frá tí, at dómur varð sagdur í Føroya rætti 15. mai í fjør til 28. juli í ár, tá roknað verður við, at ætlaðu broytingarnar í ALS lógini eru farnar at virka. Føroya rættur staðfesti 15. mai í fjør, at gjaldskyldan til ALS er bara galdandi fyri A inntøkur, soleiðis sum tær eru allýstar í skattalógini. Hesin dómur hevur við sær, at tað ikki ber til at lúka tær skyldur, sum Føroyar hava átikið sær við at seta í gildi í Føroyum norðurlendska sáttmálan um almannatrygd og millumlanda avtalur við Noreg sambært sáttmálanum um arbeiðsloysistrygging. Samsvar er ikki millum ALS lógina og norðurlendska sáttmálan, sigur Hendrik Old, landsstýrismaður, sum ætlar at fáa løgtingið at broyta ALS lógina. Arbeiðsgevarin, sum var partur í rættarmálinum í fjør, fekk ikki viðhald í kravinum um at fáa afturrindað tey gjøld, sum hann sjálvboðin hevði rindað ALS. Grundgevingin hjá rættinum er, at starvsfólk hansara vóru tryggjað móti arbeiðsloysi í Føroyum, samstundis sum arbeiðsgevarin slapp undan at rinda í Noregi. Tað merkir, at Jared Kuschner, sum er giftur við dóttur Donald Trump, Ivanku, ikki sleppur at verða hjástaddur, tá forsetin hevur sína dagligu kunning. Starvsfólkaovastin í Hvítu húsunum hevur givið boð um, at persónar, sum bara hava fyribils trygdargóðkenning, fáa ikki atgongd til størstu loynidómarnar. Robert Mueller, sum kannar sambandið hjá teimum, ið løgdu valstríðið hjá Trump til rættis, við Russland, er eisini farin at kanna Jared Kuschner fyri ymisk altjóða sambond. Illgruni er um, at Kuschner hevði loyniligar fundir við kinesarar í tíðini eftir forsetavalið, til Trump varð tikin í eið sum forseti. Hon spyr, hvussu nógv ríkasta promillan, tað vil siga 50 tey ríkastu fólkini, eiga av øllum ognum í landinum, og hvussu stórur partur er kvinnur og menn. Spurningurin verður settur fyri at fáa øll tøl til vega, sum vísa, hvussu nógv av samlaðu ognunum, tey ríkasta eiga, sigur Sonja Jógvansdóttir í viðmerkingunum til spurningin. Í starvinum sum sálarviðgeri hevur hon fingið stórt innlit í kroppsligar og sálarligar avleiðingar av hendingum, sum vit sum menniskju hava verið fyri. Tað, ið serliga gav Sigbritt við Neyst hug at granska í evninum, var, at hon hevur havt samrøður við fleiri eldri fólk sum, hóast onkur av teimum var farin um tey 80, máttu ásanna, at tíðin ikki hevði lekt sárini. Mangan var talan um kroppsligt og sálarligt órógv, sum í fleiri førum bleiv doyvt við alkohol ella heilivági, sigur Sigbritt við Neyst. Í dag hevur TV2 Østjylland skrivað eina forvitnisliga søgu um fyrsta dukkubordell í Danmark, sum skal vera í Viby, sum er ein forstaður til Aarhus. Staðið eitur Doll House, og har arbeiða fimm silikondukkur. Eigarin, ið er dulnevndir, og sum í løtuni er fongslaður, heldur, at bordellið kann vera gagnligt fyri samfelagið, tí nógvar skøkjur eitt nú á gøtuni eru tvungnar til at selja seg sjálva. Vit bjóða ein øðrvísi møguleika at nøkta sín tørv, sigur hann og leggur afturat, at staðið kann vera gagnligt fyri samfelagið á tann hátt, at dukkubordellið kann vera við til at forða fyri horu og menniskjahandli. Sambært danska politinum er tað ikki ólógligt at útlána dukkur, sum dukkubordellið Doll House hevur í huga at gera. Kunningarfólk hjá danska politinum sigur við TV2, at politiið av tí sama ikki fer at gera nakað við hetta. Fyrsta evropeiska dukkubordellið opnaði í Barcelona í februar mánaða í fjør, og síðani hevur hetta tikið dik á seg. Í januar í ár opnaði eitt í Frankaríki, og sambært Forbes eru dukkubordellir eisini í Onglandi, Týsklandi og Hollandi. Forbes skrivar eisini, at hóast hetta tykist vera skakandi í dag, so er hendan tøkniliga tilgongdin til sex nakað, ið helst fer at halda fram og gerast alsamt vanligari. Í kjalarvørinum av forsíðusøguni í Sosialinum fyrr í vikuni , har Bjarni Hammer var lagdur undir at útvega hassj til ungar gentur, hevur tingmaðurin nú biðið um farloyvi frá løgtinginum. Eftir eitt sera tepurt úrslit fyrraárið, hevði tryggingarfelagið hjá Nordik samtakinum næstan 15 milliónir í úrsliti fyri skatt í fjør, tað boðar felagið frá í tíðindaskrivi. Hetta er gott úrslit, heldur Janus Thomsen, stjóri, sum nú leggur frá sær sum stjóri í Trygd. Hoyr samrøðu við Janus Thomsen í brotinum omanfyri. Janus hevur verið ein fyrimyndarligur stjóri og starvsfelagi, og hann hevur uppiborið stóra tøkk og virðing fyri sítt arbeiði og tey mongu góðu úrslit, ið hann hevur rokkið. Hann hevur ment nýggjar og slóðbrótandi tryggingar, økt um kundaskaran og styrkt kappingarstøðuna hjá felagnum munandi. Tað er sostatt eitt sterkt og nýhugsandi Trygd, sum vit nú kunnu lata upp í hendurnar á nýggju leiðsluni at føra víðari fram á leið, sigur Turið F. Arge, nevndarforkvinna í Trygd. Nevndin fegnast um, at Brian Smedemark hevur játtað at taka við stjórastarvinum eftir Janus Thomsen. Brian er 37 ára gamal, útbúgvin búskaparfrøðingur og hevur eitt nú starvast sum fíggjarstjóri í Føroya Tele 2013 2016 og sum marknaðarstjóri í Tele Post í Grønlandi 2016 2017 . Hann hevur leiðsluroyndir sum fyrisitingarstjóri á Fróðskaparsetri Føroya, og hann hevur eisini arbeitt sum fulltrúi í Mentamálaráðnum. Í hesum umfarinum snúgva dagføringarnar seg um kapittul 25 29, sum eru um brotsverk móti lívi og likami, móti persónliga frælsinum, um ónáðir og ærumeiðing, um fíggjarbrotsverk og um serligar ásetingar um løgfrøðiligar persónar. Tað er av stórum týdningi, at vit fáa tillagað revsilógina til føroysk viðurskifti, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður í fráboðanini. LØgmansskrivstovan sigur, at talan er um eitt sera umfatandi og tíðarkrevjandi arbeiði. Av somu orsøk verður arbeiðið gjørt í smærri pørtum. Kunoyar kommuna hevur kært umhvørvisgóðkenningina sum Bakkafrost hevur fingið á Strond, tí góðkenningin er ikki nóg ítøkilig, sigur Kunoyar kommuna. Bakkafrost hevur lovað myndugleikunum, at felagið í seinast lagi 1. apríl hevur eina ætlan klára um, tað sum rennur frá nýggju smoltstøðini á Strond, sigur Regin Jacobsen Tað hevur skund hjá Bakkafrost at fáa øll viðurskifti í rættlag, tí arbeiðið at gera nýggju smoltstøðina er komið undir land, sigur Regin Jacobsen. Fimm milliónir smolt skulu vera á nýggju smoltstøðini á Strond, og tey skulu alast har, til tey viga 500 gram. Limirnir í Kunoyar kommunu verða kunnaðir um ætlanina so skjótt sum til ber, sigur stjórin í Bakkafrosti. Meiningarkanningin um átrúnað, sum vísti stóran mun millum miðstaðarøkið øðrumegin og Eysturoy og Norðoyggjar hinumegin, hevði helst víst tað sama, um fólk vórðu spurd um Kringvarpið. Landsstýriskvinnan vísti á Sosialin sum fyridømi ta tíðina, hon sjálv arbeiddi har. Blaðið hevði tá fleiri lokalar redaktiónir runt um landið, sum framleiddu tilfar. Slík lokal framleiðsla er gjørlig við nútímans tøkni, segði Rigmor Dam, men hetta sæst kanska ikki nóg væl aftur í kringvarpsskránni. Landsstýriskvinnan nam eisini við tað mangan sera atfinningarsama orðaskiftið, sum er í almenna rúminum um Kringvarpið og hon bað Kringvarpið og kringvarpsstýrið spíla oyruni út og ansa sær. Orðaskiftið í løgtinginum var í sambandi við uppskot frá Jógvani á Lakjuni, tingmanni úr Fólkaflokkinum, um at fáa tvær sjálvstøðugar tíðindadeildir at virka í Kringvarpinum. Strørsta trúarrørslan í Føroyum uttanfyri fólkakirkjuna er brøðrasamkoman, sum umfatar umleið 15 av øllum føroyingum. Brøðrasamkoman kom úr Bretlandi seint í 1800 talinum og hevur umleið 30 samkomuhús kring oyggjarnar í dag. Sendingin kannar, hvussu læran um frelsu og umvending, um himmal og fortaping, myndar tað dagliga virksemið í brøðrasamkomuni í dag. Hesin mentanarmikudagurin í NÓN bjóðar millum annað tvey nýggj bókmentaverk. Eitt nýtt stuttsøgusavn 33 bagatellir eftir Katrin Ottarsdóttir og eitt týtt verk við heitinum Látur Medusu, sum Turið Nolsøe hevur týtt úr norskum og fronskum. Látur Medusu liggur sum undirstreymur undir nýggja leikinum hjá GUT productions, ið verður frumsýndur í Sjónleikarhúsinum. Vit fáa vitjan av Katrin Ottarsdóttir, og vit vóru á vitjan í Sjónleikarhúsinum, har vit hittu týðaran Turið Nolsøe og leikararnar Mariann Hansen og Duritu Dahl Andreassen. Leikurin Soli Deo Gloria eftir danan Peter Asmussen, leikstjórnaður av Kristoffer Bardel gongur í hesum døgum á Tjóðpallinum. Heiðrikkur á Heygum kemur at ummæla. Og so hoyra vit í klassiska horninum bæði Bach og Procul Harum. 66 ára gamli Kemm Poulsen tekur kannabis fyri pínu í rygginum og ristingar av Parkinson sjúku. Hann noyðist at útvega heilivágin ólógliga, tí læknarnir meta ikki, at hann hevur tørv á kannabis. Kannabis er tann heilivágurin, sum hevur hjálpt best, sigur Kemm, sum undrast á, at læknar eru so trekir at útskriva hendan heilivágin. Mánadagin fekk hon eina ávaring í Føroya Rætti fyri at royna at innflyta 25 sjokulátabønir við kannabis. Hóast Gunnvá ongantíð hevur roynt kannabis, vil hon hava myndugleikarnar at linka reglurnar fyri at útskriva hendan heilivágin til sjúklingar. 65 ára gamla Ingrid S. Henriksen leitaði til Danmarkar at fáa kannabis frá lækna. Hon hevði ringa pínu í nakkanum, sum hevði stórar avleiðingar fyri gerandisdagin. Heilsumyndugleikarnir í Føroyum halda hinvegin, at føroyskir læknar hava nóg góðar møguleikar at skriva út kannabis heilivág. Lars Fodgaard Møller, landslækni, sigur, at nýggja vegleiðingin til læknarnar gevur næstan eins góðar møguleikar sum í royndarskipanini í Danmark, sum varð sett í verk 1. januar 2018. Sendingin lýsir fyrireikingarnar til verkætlanina, sum verður á grunnum vatni tey næstu 3 árini. Savnað verður í fjøruni og kavarar savna, filma og taka myndir í taraskóginum. Lagt til rættis Ragnar C. Joensen og Arne Nørrevang. Allur svartkjaftur, sum varð keyptur á uppboði í fjør og ikki varð fiskaður í fjør, kann nú flytast til í ár, og ikki bara tíggju prosent sum higartil ásett. Og føroysk skip kunnu nú eisini fiska svartkjaft í íslendskum sjógvi, eftir at semja um fiskirættindi í 2018 er gjørd millum Føroyar og Ísland. Hann var undantikin til 28.februar, men eingin kunngerð um uppboðssølu er komin, so kunngerðin, sum ásetir, at eingi fiskasløg ella fiskaúrdráttir eru fevnd av kravinum um uppboðssølu er longd ein mánað. Mett verður, at pensjónsnýskipanin betrar haldførið hjá landsbúskapinum 340 milliónir krónur í føstum prísum í 2040 og 690 milliónir krónur í 2060. Mett verður, at hækkingin í pensjónsaldrinum í sjálvum sær betrar haldførið 200 milliónir krónur í føstum prísum í 2040 og 390 milliónir krónur í 2060. Fíggjarnevndin hjá løgtinginum tekur undir við Landsgrannskoðanini og løgtingsgrannskoðarunum, sum finnast hvassliga at landsstýrinum, nú landsroknskapurin fyri 2016 er granskoðaður. Fíggjarnevndin nevnir Mentamálaráðið, sum alt fyri eitt eigur at fáa roknskaparreglugerðirnar hjá Granskingarráðnum og Granskingargrunninum góðkendar og í tí sambandi fáa staðfest, hvussu møguligt avlop av óbrúktari játtan skal viðgerast. Tað kann ikki góðtakast, sigur Fíggjarnevndin, at Jarðfeingi av sínum eintingum gevst at skráseta arbeiðstíð við teirri grundgeving, at ásetingarnar eru ógreiðar. Fíggjarnevndin er samd við løgtingsgrannskoðarnar um, at grannskoðarin hjá Búnaðargrunninum eigur at lata løgtingsgrannskoðarunum alla grannskoðanarprotokollina. Føroyinar kunna fiska fimm prosent av íslendsku lodnukvotuni. Hámarkið er tó nú 25.000 tons í staðin fyri 30.000 tons, sum tað var. Størsta einstaka avbjóðingin fyri føroyska samfelagsbúskapin er enn sum áður, at vaksandi talið á eldri borgarum fer at trýsta útreiðslurnar í heilsuverkinum og eldrarøktini uppeftir. Og pensjónsnýskipan einsamøll loysir ikki allan trupulleikan. Ráðið ávarar politiska myndugleikan um at lata seg misleiða av núverandi góðu tíðunum, stóra arbeiðsvirkninum ella vøkstrinum í fólkatalinum . Tí sonevndu góðu tíðirnar nú, loysa ikki demografiska haldføristrupulleikan, sigur Búskaparráðið. Hetta er sama ávaring, sum Búskaparráðið er komið við í mongum frágreiðingum at vit gerast alsamt fleiri eldri, sum ikki arbeiða og rinda skatt, men sum krevja røkt og viðgerð. Búskaparráðið hevur ongantíð mett, at ein pensiónsnýskipan sum einsamalt tiltak, kann loysa allan haldføristrupulleikan. Tí eru aðrar nýskipanir, ið geva sítt íkast til inntøkurnar hjá tí almenna, neyðugar, um haldføristrupulleikin skal loysast, stendur í frágreiðingini. Nýskipan ella ei, mongu pensjónistarnir fara ikki gjøgnum sín skatt og avgjøld at kunna fíggja vaksandi útreiðslurnar í eldra og heilsurøktini, er boðskapurin. Tíðirnar eru góðar nú, men ráðið metir seg ikki hava gjørt ov nógv av, tá tað snýr seg um haldførisavbjóðingina og tørvin á nýskipanum, stendur í niðurstøðuni hjá Búskaparráðnum. Jógvan Thomsen og Kim Anders Nielsen bjargaðu eini eldri kvinnu, sum fekk hjartasteðg á eini útferð í Saksun. Jógvan var ferðaleiðari og Kim bussførari. Jógvan gav kvinnuni fyrstahjálp, meðan Kim eisini kom til og ringdi 1 1 2. Hann tosaði so við sjúkrabilin, um hvar teir skuldu hittast. Kvinnan kom á landssjúkrahúsið og livdi. Í ár hevur Reyði Krossur fyri fyrstu ferð eisini kosið ársins fyrstahjálpari fyri sálarliga fyrstahjálp. Tað er, tá fólk hava verið úti fyri skelkandi ella traumatiserandi hending. Jóngerð Nielsen gjørdist ársins fyrstahjálpari fyri sálarliga fyrstahjálp. Í sambandi við eina syndarliga motorsúkkluvanlukku á Vestmannavegnum gav Jóngerð Nielsen saman við øðrum Dávidi Løvhøjten, sum lat lív, fyrstahjálp. Eftir hendingina veitti Jóngerð ungu monnunum, sum vóru saman við Dávidi á motorsúkklu, umsorgan og tosaði við teir. Hon fekk høli til vega í Vestmanna og seinni koyrdi hon teir á landssjúkrahúsið. Jenný Augustudóttir Kragesteen er kvinnan handan FRUM. Jenný er búsitandi í Keypmannahavn, men ferðast ofta í sambandi við tónleikin. Jenný sigur, at framførslan á SPOT festivalinum hevur týdning, tí hon kann lata nakrar dyr upp fyri hana. SPOT festivalurin er fyri nýggjar tónleikarar, og tónleikaliga kann ein fáa nøkur sambond og nakrar møguleikar, um ein klárar seg væl. FRUM skal eisini framføra á ársins G festivali, og tað gleðir hon seg ótrúliga nógv til. Jenný sjálv elskar G festivalin, og tað er stórt at sleppa at framføra á sínum yndis festivali, sigur hon. Jenný Augustudóttir Kragesteen kemur til Føroya í næstu, tí hon skal framføra til Faroe Music Awards í Norðurlandahúsinum 10. mars, og har er hon eisini tilnevnd til ársins songkvinnu og ársins einstakling bólk. Russiska Olympiska nevndin varð bannað frá seinastu vetrar olympisku leikunum í PyeongChang í SuðurKorea eftir umfatandi dopingmisnýtslu, sum russiskir myndugleikar stóðu á odda fyri undir vetrarleikunum í russiska býnum Sotji í 2014. Russisk ítróttarfólk, sum kundu prógva, at tey ikki høvdu nýtt dopingevni, sum stóðu á listanum yvir ólóglig evni hjá altjóða dopingeftirlitinum, WADA, fingu tó undantaksloyvi og kappaðust á leikunum. Hóast Russland ikki er sloppið at kappast í VetrarOlympisku leikunum, endaðu russisku ítróttarfólkini á triðja sæti yvir flestu heiðursmerki á leikunum. Útstykkingin fevnir um 13 grundøkir, við atkomu og øllum veitingum. Arbeiðið varð boðið út sum undirhondsboð, stendur at lesa á Facebook. Arbeiðið varð boðið út sum undirhondsboð, og J og K Petersen og Articon bjóðaðu. Kommunan hevði mett at arbeiðið kann gerast fyri góðar 4.2 milliónir krónur pluss MVG. Kommunan eftirkannar nú tilboðini, og miðað verður eftir at kommunan tekur avgerð í hesum mánaðinum, skrivar Sands Kommuna á facebook. Damudomi 2018 fer av bakkastokki í dag, og tað er ein røð av tiltøkum, sum felagsskapurin Damudomi skipar fyri, ið varpa ljós á ymsu síðurnar av feminismu. Tiltøkini eru dagarnar fram til altjóða kvinnudagin 8. mars og á sjálvum kvinnudegnum. Sunneva Háberg Eysturstein og Jana Nielsen, umboð fyri Damudomi, greiddu frá í morgunsendingini. Hetta er triðja árið, at skipað verður fyri Damudomi, og evnið í ár kroppurin. Er felagssangur nakað serføroyskt. Einki brúdleyp ella føðingardagur uttan felagssang og helst skulu fleiri sangir eisini yrkjast til ymisku samkomurnar. Í kvøld kemur triðji partur í sjónvarpsrøðini Gud signi Føroyar, og sendingin í kvøld snýr seg um størstu trúarrørsluna uttanfyri fólkakirkjuna, og tað er brøðrasamkoman. Ein føroyingur, sum í 2015 skrivaði eina kritiska sjálvbiografiska skaldsøgu um hesa rørsluna, er William Smith, sáli. Hann andaðist brádliga á sumri í 2017. Hope Hicks varð í gjár avhoyrd í sambandi við at ein nevnd í Kongressini kannar, um Russland møguliga hevur blandað seg í forsetavalið í 2016. Hicks noktaði at svara flestu spurningunum frá nevndini, men viðgekk tó, at hon stundum noyddist at siga onkra hvíta lygn. Hon vissaði tó um, at hon ongantíð hevur logið, tá tað hevur við Russland og valið í 2016 at gera, skrivar New York Times. Sarah Sanders, fjølmiðlastjóri í Hvítu Húsunum, sigur, at einki samband er millum uppsøgnina og vitnisfrágreiðingina, skrivar Reuters tíðindastovan. Hope Hicks var fjórði persónurin í hesum starvinum sum samskiftisstjóri innanfyri minni enn eitt ár. Hon kom úr starvinum sum leiðari fyri strategiska samskiftinum í Hvítu Húsunum. Eitt nytt starv, sum var sett, tá Donald Trump tók við sum forseti. Samanborið við tey, sum sótu í starvinum undan henni, so helt hon lágan profil og tosaði sjáldan við fjølmiðlar ella tosaði alment. Hicks hevur arbeitt sum modell og PR fólk. Hon hevur eisini verið ráðgevi hjá Ivanku Trump, sum er dóttir Donald Trump, skrivar YLE. Yukigassen er, at tvey lið kasta so nógv kavabløk, sum til ber eftir hvørjum øðrum í tríggjar minuttir. Liðið, sum kastar flest, ella klárar at taka flaggið hjá hinum liðnum, hevur vunnið. Fyrst skal JYF sannføra altjóða olympisku nevndina, IOC, um, at menn í í minsta lagi 75 londum í 4 heimspørtum, og kvinnur í í minsta lagi 40 londum í 3 heimspørtum íðka yukigassin ella kavakríggj. Hvør ein persónur hevur týdning fyri okkum, segði Putin og legði afturat, at hann vil hava fleiri í arbeiði og vil arbeiða fyri at hækka um livi miðal aldurin hjá russarum, so hann verður sum í Japan og í Fraklandi. Vladimir Putin hevur ikki verið serliga virkin undir valstríðnum, og í røðu síni segði hann heldur ikki nógv um, hvørjar ætlanir hann hevur næstu seks árini. Russland er nú eitt undangonguland við stórum møguleikum á uttanríkispolitiska økinum, bæði búskaparliga og hernaðarliga. Men havandi í huga sera týdningarmikla setningin at tryggja lívsgóðsku og vælferð hjá okkara fólki, so hava vit sjálvandi ikki rokkið málinum, segði Vladimir Putin millum annað í røðu síni sambært BBC. Tað er skilagott, at foreldrini hava nakrar fastar rutinur, tá songartíðin nærkast. Hetta fyri at børnini skulu fyrireika seg til at sova. Bankin boðar ídag frá, at avtala er gjørd við P F Varðin um at selja felagnum høvuðssætið hjá BankNordik í Havn, og at bankin síðani langtíðarleigar hann aftur frá teimum. Ognin varð seld fyri 140 milliónir krónur, og Bank Nordik skal leiga bygningin í 15 ár við møguleika at leingja leigumálið við 5 árum. Avtalan er tó treytað av, at aðalfundurin hjá Varðanum góðtekur hetta. Hetta gevur bankanum 70 milliónir krónur í vinnnigi fyri skatt. Kanningin er gjørd í samstarvi við greiningarfyritøkuna Lóður í sambandi við sjónvarpsrøðina Gud signi Føroyar. Sum triðji partur í sjónvarpsrøðini avdúkaði, hevur ein av spurningunum til endamáls at kanna, hvat føroyingar hugsa um Bíbliuna. Kanningin spurdi Bíblian er Guds fullkomna og lýtaleysa orð til mannaættina. Tað vil siga, at Bíblian er okkara vegvísari í øllum lívsins viðurskiftum. 31 svaraðu, at Bíblian er Guds fullkomna og lýtaleysa orð til mannaættina. Tað vil siga, at Bíblian er okkara vegvísari í øllum lívsins viðurskiftum . 39 , svaraðu, at Bíblian er innblást av Gudi, men hon er skrivað av menniskjum, treytað av síni samtíð og skal tí tulkast inn í okkara samtíð . 5 svaraðu, at Bíblian er ikki innblást av Gudi, men hon kann kortini innihalda nakrar gudgivnar sannleikar . Og 16 svaraðu, at Bíblian er skrivað av menniskjum og er ikki innblást av nakrari hægri makt. Hon hevur tí ikki hægri myndugleika enn aðrar bøkur . Tað vil siga, at umleið 70 av øllum føroyingum halda, at Bíblian so ella so hevur ein guddómligan myndugleika, og góð 20 halda, at hon ikki er innblást av Gudi. Hini 10 prosentini søgdu seg ikki vita. Eins og í undanfarnum sendingum var aftur stórur munur á, hvussu fólk svara kring landið. Í Norðoyggjum og Eysturoynni svara í meðal 44 prosent, at Bíblian er Guds fullkomna orð til mannaættina. Tað vil siga, at Bíblian er okkara vegvísari í øllum lívsins viðurskiftum. Í høvuðsstaðarøkinum velja 19 prosent hendan svarmøguleikan, og í restini av landinum er hetta talið 32 prosent. Kanningin varð gjørd á sumri í 2017 samsvarandi øllum vísindaligum forskriftum, og 532 tilvildarliga vald fólk ímillum 15 og 75 ár luttóku. Størsta einstaka avbjóðingin fyri føroyska samfelagsbúskapin er enn sum áður at vaksandi talið á eldri borgarum fer at trýsta útreiðslurnar í heilsuverkinum og eldrarøktini uppeftir. Ráðið ávarar politiska myndugleikan móti at lata seg misleiða av núverandi góðu tíðunum, stóra arbeiðsvirkninum ella vøkstrinum í fólkatalinum . Tí sonevndu góðu tíðirnar nú loysa ikki demografiska haldføristrupulleikan, sum frá líður, sigur Búskaparráðið. Hetta er sama ávaring, sum Búskaparráðið er komið við í mongum frágreiðingum at vit gerast alsamt fleiri eldri, sum ikki arbeiða og rinda skatt, men sum krevja røkt og viðgerð. Eyðun Elttør hevur sitið í leiðsluni í brøðrasamkomuni Betesda í mong, mong ár. Men hann er ikki uppvaksin í brøðrasamkomuni, sum er tann størsta trúarrørslan uttanfyri fólkakirkjuna. Í hesum brotinum úr triðja parti í sjónvarpsrøðini Gud signi Føroyar greiðir Eyðun frá, hvussu hann bleiv umvendur í 1961, tá hann var 20 ára gamal. Tey flestu kenna Okkara Sangbók og Grønu sangbók. Flest húskið í landinum munnu hava báðar sangbøkurnar standandi, flestastaðni nógv brúktar og aðrastaðni minni brúktar. Flestu sangtekstir í dag eru at finna á netinum, og Okkara Sangbók er eisini at finna sum app til snildfon. Fyrra útgávan kom í 2006, og hevur ikki verið at fingið í fleiri ár. Nú hava Ernst Olsen og Signar í Homrum ætlanir at geva Okkara Sangbók út av nýggjum, í einari dagførdari útgávu. Í samband við hetta nýtti Morgunsendingin høvið at biðja Signar um eitt lag. Signar fekk hjálp av okkaru heilt egna Kringvarpskórið. Brøðrasamkoman kom úr Bretlandi seint í 1800 talinum og hevur umleið 30 samkomuhús kring oyggjarnar í dag. Onga aðrastaðni í heiminum er brøðrasamkoman so stór sum í Føroyum. Ein sentralur boðskapur í læru brøðranna er boðskapurin um frelsu og umvending. Sendingin kannar, hvussu læran um frelsu og umvending, um himmal og fortaping, myndar tað dagliga virksemið í brøðrasamkomuni í dag. Henrik Plæhn, sum er ákæri hjá Statsadvokatinum í Danmark, sigur við Kringvarpið í dag, at tey hava málið um Bjarna Hammer um hendur, og at tey hava sagt løgregluni í Keypmannahavn frá, sum handferð avhoyringar í málinum. Henrik Plæhn sigur, at tað enn er ov tíðliga at siga nakað ítøkiligt, tí málið er somikið nýtt. Í løtuni kanna tey tilfarið, ið er fingið til vega, og at meir fæst at vita um nakrar vikur. Politivaldið hevur sera strangar leiðreglur um etikk hjá sínum starvsfólki sokallaða decorum kravið. Hesi eru millum annað útgreinað í bóklinginum Etik i Politiet , sum verður brúkt á Politiskúlanum. Í innganginum stendur soleiðis At verða tænastumaður hjá løgregluni snýr seg um álit. Tí er tað umráðandi, at tú førir teg fram virðiliga, meðan tú er í tænastu og harafturat skal tú eisini halda teg frá viðurskiftum uttanfyri tænastuna, sum kann hava við sær, at fólk missa álit á tær sum persóni . Víst verður eisini á, hvussu løgreglufólk skal skikka sær alment, hvussu tey eiga at málbera seg, hvussu teirra atburður eigur at vera á sosialum miðlum, og at løgreglufólk ikki skal taka ímóti avsláttri, gávum og øðrum, sum kann seta teirra óheftu støðu í vanda. Starvsrættarligu revsingarnar fyri hesi brot fevna frá ávaring og til at missa starvið. Er talan um lógarbrot, verður ákæra eisini reist móti viðkomandi. Vitjað hevur millum annað verið á størsta uppboðssølumarknaðinum í Evropa, hjá fleiri innflytarum og handilsketum, og fleiri turkiskir innflytarar nýttu eisini høvi at hitta føroysku fyritøkurnar. Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanikis og vinnumálsum, sum stendur á odda fyri ferðini, sigur, at ítøkiligur áhugi er fyri føroyskum vørum. Nú føroyskar vørur hava tollfría atgongd á turkiska marknaðin, eru góð útlit fyri at knýta handilssambond millum Føroyar og Turkaland, sigur hann. Bárður Nielsen í Sambandsflokkinum spyr Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, um hon kann vátta ella avsanna, at landsstýrissamgongan í hesum valskeiðnum hevur bundið seg til at økja rakstrarútreiðslurnar við meira enn 800 milliónum krónum. Hann spyr eisini, um landsstýriskvinnan í fíggjarmálum ætlar at fylgja tilmælinum frá formonnunum í váðaráðnum og Búskaparráðnum, sum hava mælt til at minka almennu peninganýtsluna. Bárður Nielsen sigur í viðmerkingunum til spurningin, at bæði Búskaparráðið og nú eisini forkvinnan í váðaráðnum, sum er stjóri í endurstovnaða Landsbankanum, vísa á, at tað almenna brúkar ov nógvar pengar, nú viðrák er í búskapinum, og pribvata nýtslan er sera stór. Tey hava mælt til, at tað almenna heldur aftur, til tað privata aftur tekur ferðina av, so tað almenna tá er ført fyri at seta virksemi í gongd. Vit hava havt búskaparligt viðrák seinastu fimm arini, og vit hava sjáldan sæð so stóran búskaparvøkstur fleiri ár á rað sum hesaferð. Eingin skal fáa meira enn 5.000 krónur skattafríar frá sama gevara í einum ári, og samlaða uppæddin av skattafríum gávum kann ikki fara upp um 30.000 krónur í einum ári. Joen Magnus Ramussen sigur í viðmerkingunum til uppskotið, at eftir galdandi lóg kann gáva í stóran mun enda í landskassanum, hóast hon varð ætlað at hjálpa einum, ið hevur tørv á henni. Taks hevur upplýst, at upplýsingar um inntøkur eru ikki útgreinaðar soleiðis, at tað ber til at siga, hvørjar fíggjarligu avleiðingar verða slíkari skattafrítøku, stendur í viðmerkingunum til uppskotið. Rakettskjøldrarnir verða ikki førir fyri at steðga nýggju vápnunum, sum millum annað eru interkontinentalar rakettir, sigur Putin. Russland ætlar at bøta og nútímansgera sítt hernaðarliga undirstøðukervi í Arktis, til tess at verja síni áhugamál har, sigur Putin. Ein frágreiðng er gjørd um fátækadømi í Grønlandi, og hvat gerast kann, og tilmælið er, at breið politisk semja má verða, áðrenn eitt fátækamark verður sett í gildi. Í samgonguni í Grønlandi sita tríggir flokkar Siumut, IA og Partii Naleraq, og KNR skrivar, at allir tríggir flokkar eru fyri at seta fátækamark í gildi. Vit ivast í, hvat eitt slíkt mark skal brúkast til og hvussu tað kann hálpa. Ella um tað bara skal brúkast til at vaksa um veitingarnar, sigur Nivi Olsen frá Demokratunum. Í frágreiðingini stendur, at eitt fátækamark ikki má standa einsamalt, men at kvalitativar greiningar eisini mugu gerast av, hví fátækadømi íkemur, og hvørjar avleiðingarnar eru, skrivar KNR. Orðabókin skal verða størri, ætlar Monsieur Róland í Skorini, sum fer at leggja bókina fram í Reinsarínum klokkan 16 fríggjadagin. Í tíðindaskrivi verður boðað frá, at franska føroyska orðabókin verður løgd fram avec pompe et splendeur við skilagóðum orðum og quelques chansons Brøðrasamkoman kom úr Bretlandi seint í 1800 talinum og hevur umleið 30 samkomuhús kring oyggjarnar í dag. Onga aðrastaðni í heiminum er brøðrasamkoman so stór sum í Føroyum. Ein sentralur boðskapur í læru brøðranna er boðskapurin um frelsu og umvending. Sendingin kannar, hvussu læran um frelsu og umvending, um himmal og fortaping, myndar tað dagliga virksemið í brøðrasamkomuni í dag. Nón hesa ferð snýr seg í stóran mun um journalistikk í Føroyum. Mikudagin viðgjørdi Løgtingið uppskot frá Jógvani á Lakjuni úr Fólkaflokkinum um at skilja tíðindadeildina hjá kringvarpinum sundur í tvær deildir. Í dag verður kjakið flutt inn í Nón, har politikararnir verða Rigmor Dam, landsstýriskvinna, Jógvan á Lakjuni, sum eigur uppskotið, og Ingolf S. Olsen úr Tjóðveldi. Saman við Johnny í Grótinum, kringvarpsstjóra, viðgera tey leiklutin hjá Kringvarpi Føroya. Í seinna tímanum leggja vit fyri við hósdagsgestinum, sum er Trygvi Danielsen, ið seinasta vikuskiftið vann føroysku filmsvirðislønina Geytan. Og í Eygleiðingini vitja Kári Mikkelsen og Øssur Winthereig, sum greina málið um Bjarna Hammer, ið er lagdur undir at vilja selja hash, og nýskapandi gravandi leiklutin hjá Sosialinum í hesum máli. Sangirnir, ið royna seg í gjøgnum Nálareygað, eru Samarkand Gunnar Justinussen Kaffi Latti Lív í Baianstovu Rógv ella ró Silvurdrongur Make Sense Jasmin Mote Sitting And Watching My TV Karl Martin Samuelsen Nú minkar vøksturin í búskapinum munandi.Búskaparráðið roknar, at vøksturin í fjør verður 6,2 prosent. Men í ár minkar vøksturin niður í 0,5 prosent.Búskaparráðið legði várfrágreiðing sína fram í dag. Bústaðarskylda skal verða á nýggju grundstykkjunum í Nólsoy, sum verða lutað út í næstum. Tað heldur Nólsoyarnevndin, sum er ónøgd við, at bústaðarskylda IKKI er nágreinað í keypstreytunum fyri stykkini. Tað verður minni at gera í uppsjóvarinnuni í ár, væntar Búskapararáðið. Fólk í vinnuni fara at tjena minni, sigur stjórin í felagnum Nótaskip, Jógvan Jespersen. Hann var gestur í Degi og Viku í kvøld. Tekniskt brek við tí eini mikrofonini í sjónvarpsstovuni týskvøldið hevði við sær, at ljóðið hjá vertinum ikki er av tí besta. Haldið okkum til góðar. Búskaparráðið skrivar í síni várfrágreiðing, at stóru byggifeløgini hava sagt, at talið á útlendskum handverkarum er vaksið nógv seinnu helvt av 2017, og at tað hevur verið stór avbjóðing at finna bústaðir til hesar handverkararnar. Ráðið sigur tí, at hendan tilflytingin av útlendskum handverkarum er stórur partur av samlaðu tilflytingini millum útlond og Føroyar, og at stóra virksemið í byggivinnuni eisini hevur ávirkað løn takaratal, almennu inntøkurnar, búskaparvøksturin og vaksandi fastogarprísirnar. Tað viðgekk Carles Puigdemont, fyrrverandi forseti í Katalonia, í gjárkvøldið, og at hann tí hevur tikið seg aftur sum forsetavalevni. Annar vongurin í loysingarrørsluni vil fyrst og fremst taka valdið aftur frá stjórnini í Madrid við forseta og ráðharrum, sum kunnu stjórna. Men við ongum forsta, fær Katalonia ikki sjálvstýrið aftur. Hin vongurin stríðist fyri Puigdemont og rættinum hjá honum at virka sum forseti hóast tað hevði verið í útlegd gjøgnum Skype úr Brússel, skrivar dr.dk. Puigdemont flýddi saman við fleiri av ráðharunum til Belgia í fjør, tá hann saman við stjórnini í Katalonia varð koyrdur frá. Orsøkin var, at loysingarrørslan í heyst skipað fyri fólkaatkvøðu um loysnig. Nú Puigdemont tekur seg aftur sum valevni, vísur hann í staðin á Jordi Sanchez, hann situr varðhaldsfongslaður í Madrid. Hann kann tó veljast sum forseti, tí hann er ikki dømdur enn og er í Spania. Búskaparráðið sigur, at lutfalsliga gjørdust løntakarar millum 67 og 74 ár nógv fleiri frá 2011 til 2017 enn løntakarar í øðrum aldursbólkum. Frágreiðingin er, sigur ráðið, at fólk í pensjónistaaldri gerast fleiri enn fólk í øðrum aldursbólkum, og tí veksur talið av pensjónistum, sum arbeiða, eisini mest. Tølini benda á, at skal arbeiðsvirknis prosentið hjá teimum 67 ára gomlu og eldri hækka sum politikarar vilja, er neyðugt at hækka pensjónsaldurin, sigur Búskaparáðið. Búskaparráðið ger ta niðurstøðu, at eingi prógv eru fyri, at tey eldru skattliga fara at kunna forsyrgja sær sjálvum í nógv størri mun enn tey gera longu nú. Stjórin fyri Formel1 motorítróttinum, Ross Brawn, segði við BBC Radio 5 í desember, at tey hava endurskoðað gamla vanan at brúka kvinnuligar modell í sambandi við kappingar. Grid Girls eru modell, sum verða brúkt til ávís tiltøk, og tær eru í klæðum, har navnið á høvuðsstuðlinum stendur á. Uppgávan hjá teimum er eitt nú at halda regnskjólum, navnaskeltum hjá koyrarunum og at standa á pallinum, tá vinnandi koyrarin kemur gangandi inn á pallin. Í fleiri áratíggju hava Grid Girls verið partur av Formel 1 Grand Prix num, men hendan mannagongdin samsvarar ikki við okkara samleika og heldur ikki við normarnar í framkomnum samfelagi. Vit halda ikki, at tað hevur nakað at týða fyri Formel 1 og fjeppararnar gamlar og nýggjar kring allan heim, sigur Sean Bratches, marknaðarstjóri hjá Formel 1. The Women s Sport Trust, sum er samtakið fyri kvinnur í ítrótti, sigur í fráboðan, at tað mælir ítróttargreinum, sum súkkling, nevaleiki og UFC at gera tað sama, sum Formel 1 nú hevur gjørt, og endurskoða mannagongdina at brúka podium gentur, ring gentur og octagon gentur. Í desember gjørdi BBC Sport spurnakanning, um Grid Girls skulu verða partur av Formel 1. Kanningin vísti, at 60 taka undir við tí. Eg eri í øðini, og eg eri vónsvikin um, at Formel 1 hevur slakað fyri minnilutanum bara fyri at verða politiskt korrekt, segði Charlotte Gash við BCC Radio 5 Live. Fyrireikararnir av Tour de France súkklukappingini umhugsa nú eisini at gevast við at brúka pall gentur, tá vinnararnr skulu heiðrast. Í talu síni til tjóðina í gjár, vísti russiski forsetin, Vladimir Putin, sjónbandaupptøkur av russiskum vápnum, sum sleppa framvið forðingum hjá NATO og fram til USA. Eitt av nýggju vápnunum er, sambært Putin, ein hypersonisk rakett, sum røkkur aðrar heimspartar. Rakettin er nevnd Avangard, og hon røkkur málum við eini ferð, sum er 20 ferðir ferðina hjá ljóði. Vladimir Putin, forseti, boðaði eisini frá, at Russland er í ferð við at menna fleiri nýggj kjarnu fysisk vápn, sum rakettverjur hjá øðrum londum ikki kunnu steðga. Hann legði dent á, at Russland noyðist at arbeiða við nýggjum og máttmiklari kjarnorkuvápnum, sum aftursvar til rakettverjuna hjá USA og tað, sum Putin heldur er brot á avtaluna START um avvápning. USA ger seg inn á strategisku javnvágina, og sum aftursvar mennir Russland nýggjar skipanir, segði Putin í taluni, sum varð send beinleiðis í russiskum sjónvarpi, har hann eisini nevndi, at ábøtur mugu gerast á hernaðarligu skipanina í Arktis, so at russisk áhugamál kunnu verjast. Putin greiddi eisini frá eini undirvants dronu, sum eins og kryssararakettir, kunnu bera kjarnorkuvápn. Hon skal kunna raka flogberar og sjóverjustøðir. Russland hevur eisini royndarskotið nýggja rakett, nevnd Sarmat, sum sambært Putin, er betri enn hinar, sum hava verið bæði tá tað snýr seg um, hvussu langt hon røkkur og hvussu nógv spreingi høvd hon kann hava. Putin segði í taluni í gjár, at álop móti Russlandi ella einum sameindum, er álop móti Russlandi, og tað verður svarað aftur beinanvegin. Silas Olofson og familjan hava búð og virkað í Turkalandi í góð fýra ár. Silas hevur verið prestur í staðbundnu luthersku kirkjunu og eisini hevur familjan arbeitt millum syriskar flóttar og kurdarnar í landsynningsturkalandi. Hetta arbeiðið var millum annað stuðlað av kirkjuliga missiónsfelagnum. Hetta arbeiðið fekk tó ein bráðan enda, tí Silas var útvístur av landinum, við ákærum um at vera yvirgangsmaður. Familjan hevur nú fingið boðið starv í Mongolia, har tey vera send út sum trúboðarar av Norsk Lutherska Missionssambandinum í samstarvi við Kirkjuliga Missiónsfelagið. Í Mongolia er arbeiðið, millum annað, undirvísing í gudfrøði á einum lærdum háskúla, stuðla ta staðbundnu kirkjuna og eisini evangelisatión millum muslimsku kosakkarnar í vestara parti av landinum. Í Føroyum vóru 1930 árini døpur og myrk. Nærum hvørt ár gingu skip burtur, og deyðin legði sína køldu hond yvir lítla oyggjasamfelagið. Onki samband var við skipini, meðan tey vóru burtur. Fólk tulkaðu dreymar og tekin fyri at meta um standin hjá manningunum umborð. Ofta vístu hesar tulkingar á skipsbrot og deyða. Tey faðirleysu er um tað seinasta stóra skipsbrotið í 1930 árunum. Tann 3 mars 1938 hvarv tann trímastraða klaksvíksskonnartin Fossanes í øgiligum ódnarveðri á Suðurlandinum. 19 mans gingu burtur við skipinum. Eingin veit nágreiniliga at siga, hví Fossanes gekk burtur. Men sum fráleið komu alsamt fleiri frásagnir um løgnar hendingar umborð. Tey faðirleysu er um varslini, menninar umborð og um tey, sum sótu eftir. Sendingin var fyrstu ferð send tann 12. apríl 2009. Lagt til rættis Ivan Niclasen. Fyri nøkrum árum síðani fingu løgtingsgrannskoðararnir annars hert reglurnar fyri, nær roknskapurin hjá landinum skuldi verða liðugur og lagdur fyri tingið, so hann kundi brúkast sum amboð til at gera fíggjarlóg. Árini frammanundan var roknskapurin annars komin darlandi ár eftir, at hann var relevantur, og tí var hann til lítið gagn, eins og áhugin fyri honum var lítil. Tað eydnaðist at fáa vent hesum, og grannskoðanin legði eisini roknskapin fyri 2016 fram til tíðina, also síðst í november, so løgtingið skuldi kunna viðgera og samtykkja hann, áðrenn fíggjarlógin skuldi samtykkjast. 4. desember fór roknskapurin í fíggjarnevndina, og har lá hann uttan nakra viðgerð yvirhøvur líka til 6. februar, og ikki fyrr enn í næstu viku, also meira enn tríggjar mánaðir eftir fyrstu viðgerð og mánaðir eftir at fíggjarlógin er samtykt, sleppur løgtingið undir aðru viðgerð av landsins roknskapi fyri 2016. Joen Magnus Rasmussen er løgtingsgrannskoðari, og tað var hann eisini, tá mannagongdin var herd. Hann er ikki glaður um, at drál aftur er komið í stóra roknskapin. Drál av hesum slagi ger, at upplýsingar verða mistir, áhugin fyri gomlu tølunum dalar nógv, og ja, tá tingið fer undir ar gera fíggjarlóg fyri 2019, tá eru roknskapartøl fyri 2016 ikki júst feskastu amboð at taka til. Tíðindavikan, sum fór, var merkt av søguni um Sosialin, sum meldaði Bjarna Hammer, tinglim, býráðslim og løgreglumann, tí blaðið segði seg hava prógv fyri, at hann vildi og kundi skaffa ungdómi hasj. Blaðið hevur meldað og arbeitt saman við narkodeildini, sum hevur sent tilfarið til donsku løgregluna, tí løgreglan í Føroyum ikki kann kanna ein føroyskan løgreglumann . Um nakrar vikur kemur Statsadvokaturin við síni niðurstøðu. Formaðurin í Fólkaflokkinum rópar varskó og sigur, at samgongan brúkar alt ov nógvan pening, nú inntøkurnar torna. Landsstyriskvinnan í fíggjarmálum sissar fólk og sigur, at yvirskotið í fjør verður millum 600 og 700 milliónir, og at tey eru tilvitað og fyrireikað til, at minni fer at renna inn í almennu kassarnar. Uppskotið hjá Jógvani á Lakjuni , tingmanni, um at skilja tíðindadeildirnar í ávikavist útvarpi og sjónvarpi sundur av álvara, fekk stóra umrøðu á løgtingi mikudagin. Atfinningarnar móti kringvarpinum vóru millum annað, at miðilin ger ov nógv tilfar við rót í miðstaðarøkinum, og at stovnurin køvir fjølbroytnið í almennu opiniónini. Hugskot var borið fram um, at ein partur av kringvarpsgjaldinum eigur at fara til nýggja public service útvarpsrás, sum skal vera óheft av kringvarpinum og geva kapping og fjølbroytni. Bankarnir í Føroyum eru ov smáir til veruliga at megna at fíggja virksemið hjá stóru reiðaríunum í Føroyum. Men samstarv er millum partarnar kortini. Hósdagin kom fráboðan um , at reiðaríið Varðin fer at keypa nýggja høvuðssætið hjá Bank Nordik fyri 140 milliónir krónur, hóast Fíggjareftirlitið júst hevur virðismett bygningin til at vera 62 milliónir verdur. Vladimir Putin, forseti hevur hildið seinastu árligu røðu sína til russisku tjóðina fyri forsetavalið, sum verður í Russlandi 18. mars. Putin fer sambært øllum sólarmerkingum at vinna valið og seks ár afturat sum oddamaður í Russlandi. Fyrimunur er eisini, at hæddirnar á vestursíðuni verða bundnar saman við suðurendan í somu linju, tí verandi bygningur hevur fýra hæddir, tann nýggi fer at hava tríggjar hæddir eins og suðurendin. Har goymir vágbingurin millum annað 200 knívar, málningar fyri í alt 8 milliónir, privatar ognir hjá Nólsoyar Pálli og lutir eftir Napoleon Bonaparte. Petur Nolsø hevur fingið eina millón í stuðli frá Betri samtakinum, og fær eina millión afturat, so fer hann at umvæla húsini í Vági til eitt savn. Silvurdrongurin Trygvi Danielsen skrivar yrkingar og stuttsøgur, hann gevur út tónleik, og um vikuskiftið vann hann føroysku filmsvirðislønina Geytan fyri filmin 111 góðir dagar. Hoyr eina longri samrøðu við Trygva, har hann tosar um sína bakgrund, fjølbroytta virksemið sum fjøllistamaður, um ætlanir, virðir og dreymar. Talan er fyri tað mesta um steinprent. Eisini eru nakrar vatnlitsmyndir. Marius fortelur eisini um eitt listarverk, sum kom á politiska breddan í Finnlandi. Hoyr innslagið her Gunnar Restorff er ovurfegin um, at Dansifelagið í Havn er tilnevnt FMA í ár. Hann undrast á, hvussu tað ber til, at føroyskt kvæði kann koma uppí part, men hinvegin eru hann glaður fyri ta viðurkenning, felagið nú fær, tá man hugsar um teir nógvu aktivitetir, felagið hevur havt millum ár og dag Kristianna Norðoy letur upp nýtt listaframsýningarhøli í Keypmannavn. Ætlanin er at sýna bæði føroyska og norðurlendska list fram. Tann fyrsti at sýna fram verður pápi hennara Amariel Norðoy. Gallaríið letur upp í morgin, leygardag, klokkan 16, og ætlar tú tær á gátt hjá teimum, finnur tú tey á adressuni Hedebygade 2, 1754 Keypmannahavn, sum forrestin er gøtan, har rithøvundurin Tove Ditlevsen vaks upp Felagsskapurin Damudomi skipar fyri konsert við bólkinum Yoni í Sirkus. Yoni er kvinnaður av Evu Mariu Brynhildardóttir, Svannu Hentze í Gong, Bjørk Sigurdsdóttir Lamhauge, Elsu Gunnarsdóttir Sevdal, Katrin Sigupálsdóttir Kambans og Jóhan Petersen. Hesin síðstnevndi er, sum vera man, ikki kvinna. Hann spælir trummu og skal vera rættiliga habilur, sigur kvinnurnar. Men tær sóknast kortini eftir einum kvinnuligum trummusláara, og slíkar hanga ikki í trøunum. Konsertin við Yoni verður í Sirkus í annaðkvøld, leygarkvøld, klokkan 22. Setrið fekk í gjár ein nýggja dekan á Námsvísindadeildini, men starvið varð ikki lýst leyst, tí Fróðskaparsetrið eigur ikki pengar til at lýsa starvið leyst. Hóast tað var setanartilgongdin drúgv. Seks mánaðir og tveir setanarbólkar. Eitt fast mánaðarligt gjald á 20 krónur. Tað fer tað at kosta at fáa vanligan post frá Bank Nordik aftaná 1. september um tú ikki fært tær Netbanka, MínBoks ella KontoKaga. Hetta er ikki í lagi, heldur Pensionistafelagið. Sambært formanninum í kirkjuráðnum á Glyvrum, Hans Jacob Lamhauge, hevur kirkjuráðið fingið fyribilsbyggiloyvi til nýggju kirkjuna. Kirkjuráðið hevur einki samband havt við hvørki kommunu ella friðingarmyndugleikar um forminnið á kirkjugrundini. Felagið, sum um jóltíðir var í drúgvum og dýrum stríði við sín arbeiðsgevara, hevur nógvar limir, og tey boða eisini frá stórari undirtøku til aðalfundin í dag. Tey vænta, at okkurt um 600 limir fara at skriva seg inn til fundin, sum byrjar á middegi. Klokkan trý seinnapartin hevur eitt annað stórt fakfelag, Starvsmannafelagið, aðalfund. Og nakað seinn, tað verður klokkan fimm, verður almennur kjakfundur um pensjónsnýskipanina. Kjakfundurin verður í Smæruni í Havn. Samgongan hevur lagt uppskotið um pensjónsnýskipan fyri løgtingið, og á kjakfundinum fer Jan Otto Holm, búskaparfrøðingur, fyrst at greiða frá nýskipanini, og hvørjar avleiðingar hon hevur fyri fólk. Við pallborðið sita Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, Bárður Nielsen, løgtingsmaður, Sonja Jógvansdóttir, løgtingskvinna, Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum og Jan Otto Holm, búskaparfrøðingur. Fólk geva glaðbeint stórum altjóða fyritøkum fulla atgongd til sín facebook vanga, tá tey royna mongu undirhaldandi testirnar, sum floyma í renslinum. Fólk vita rætt og slætt ikki, hvat tey gera, sigur Bárður Christiansen, sum er kønur í KT brotsverkum og trygd. Hann sigur, at nógvir hundraðtals føroyingar hava dámt heimasíðuna hjá Nametest, har fólk, við at lata eina mynd frá sær, kunnu síggja, hvussu tey høvdu sæð út sum hitt kynið ella filmsstjørna. Men í veruleikanum lata tey einar bakdyr upp á víðan vegg til facebookvangan. Lurtið eftir innslagnum og ráðunum frá einum kønum. Og tey, sum eftir innslagið hava fingið hug at beina Nametest appina burtur, kunnu gera tað við at fara undir innstillinger , finna appirnar, og so trýsta á bein burtur . Betri trygging helt, at Trygd, har sum lastbilurin var tryggjaður, skuldi gjalda allar skaðarnar, sum persónbilarnir fingu, ella í hvussu so er tveir triðingar, tí lastbilurin elvdi til skaðarnar. Rætturin sigur, at bilførararnir, sum koyrdu aftan fyri lastbilin, brutu ferðslulógina, tí teir koyrdu ikki eftir umstøðunum og fingu ikki bremsað í nóg góðari tíð. Skulu kommunurnar vera við til at fáa Oyggjaleikirnar til Føroya í seinasta lagi í 2029, eiga tær at fáa alt meirvirðisgjaldið av íløgum í ítrótt aftur, ikki bara tríggjar fjórðingar sum nú. Tað heldur Tórshavnar kommuna, nú landið ætlar at veita trygd fyri tíggju milliónum krónum til Oyggjaleikir í Føroyum, og tann trygdin er galdandi til 2029. Farnu árni hevur gongdin verið tann, at landið at kalla er givið at fíggja ítróttaanlegg, eisini anlegg, sum eru at meta sum landsítróttaanlegg. Men samstundis skal landið skapa betri fíggjarligar fyritreytir fyri, at kommunurnar kunnu fáa til vegar neyðugu ítrótttaanleggini. Váðaráð Føroya, sum skal hava vakið eyga við skipananarligum váðum í føroyska búskapinum, hevur nú havt sín fyrsta fund. Hann var hildin í Keypmannahavn, har allir limirnir vóru staddir. Fíggjarviðurskifti altso peningastovnarnir er danskt málsøki, og tá danska Váðaráðið í fjør viðgjørdi, hvussu stór fíggjarliga bjálvingin í føroysku peningastovnunum eigur at verða, gjørid ráðið av at bíða eftir, at føroyska Váðaráðið var sett. So nú skal føroyska Váðaráðið geva tí danska ráðnum sína tilráðing um, hvussu sonevndu buffararnir skulu samansetast, og nær hesi eyka kapitalkrøvini skulu setast í verk fyri føroysku peningastovnarnar. Ein maður, sum als ikki er til staðar heima við hús, tí hann konstant liggur við síni telefon. Ein kvinna, sum ilskast inn á materialismuna í dag, og so ein persónur, sum er um at kvalast av at síggja tilkomin støk renna í býnum og trola eftir fólki, sum longu eru í hjúnarbandi. Hetta eru evnini í dagsins sending. Soleiðis sigur Hans Petur Joensen, leiðandi gravari í Kirkjugarðinum í Havn, tá prátið fellur á virði fyri einum líkfylgi nú og fyrr. Hvussu nógv starvast í Kirkjugarðinum í Havn Hvørjar eru arbeiðsuppgávurnar Hví starvast ongar kvinnur har Og hvussu er virðingin í dag, tá ið eitt fylgið kemur Hetta eru nakrir spurningar, Elin í Stórustovu setur Hans Peturi Joensen, leiðandi gravara. Seinastu 15 árini hevur Herman Eysturoy starvast sum gravarhjálparmaður. Hvussu er hetta arbeiðið Og verður ein ikki kensluliga ávirkaður av, dagliga at arbeiða vid sorg Elin var á vitjan hjá Hermanni og setir honum hesar spurningar. Samrøðan er partur av temadi um jarðarferðir í sendingini Nú er leygardagur Fyrr í vikuni gjørdu partarnir avtalu um, at Varðin keypir bygningin fyri 140 milliónir krónur, fyri síðani at leiga hann út aftur til Bank Nordik fyri fimm milliónir krónur árliga í fimtan ár. Avtalan var treytað av, at partaeigararnir í Varðanum góðtóku hana. Útvarpið hevur áhaldandi roynt at fingið samrøðu við Varðan um nýggju íløguna hjá reiðaríinum í bankabygningin, og tær ætlanir, sum reiðaríið hevur á føroyska fastognarmarknaðinum. Men tað hevur ikki eydnast okkum. Fíggjareftirlitið metti, at høvuðssætið hjá Bank Nordik var 62 milliónir krónur vert. Men Varðin keypti also bygningin fyri meira enn tvífalt so stóra upphædd, 140 milliónir. Árni Ellefsen, stjóri í Bank Nordik greiddi Útvarpinum frá, at talan var um eina tekniska virðismeting, sum bankin ikki var samdur við Fíggjareftirlitinum í. Og tá bygningurin ikki kundi fylla meira enn 62 góðar milliónir í roknskapinum, so valdi bankin heldur at selja bygningin og leiga seg inn aftur í hann. Nógv orðaskifti hevur verið um, at Royal Greenland brúkar kinesiska arbeiðsmegi, men onnur virki vilja eisini hava útlendingar, skrivar AG á netinum. Polar Seafood ætlar at fáa 10 litavar til virkið í Aasiaat. Í fjør arbeiddu litavar eisini á virkinum, tí nóg mikið av grønlendskari arbeiðsmegi fekst ikki. Stjórin í Polar Seafood, Jan Weinreich, sigur við AG, at tey eru væl nøgd við grønlendsku arbeiðsmegina í Aasiaat, men neyðugt er eisini at hava útlendingar fyri at virkið skal ganga. Á virkinum Halibut Greenland í Illulissat er støðan tann sama. Har arbeiða fýra filipinar í løtuni, men ætlanin er at seta fleiri í starv, skrivar AG. Vit fara at tosa um evnir, sum hava beinleiðis samband. Og tað er okkara atgongd til bretskan sjógv og teirra atgongd til okkara marknað . Sambært einari frágreiðing frá Allborg Universitet, sum var almannakunngjørd í januar, fiska danir fyri eina milliard krónur í bretskum sjógvi. Sambært frágreiðingini eru millum 272 og 844 donsk arbeiðspláss í vanda, orsakað av Brexit. Bretland kann sýta skipum úr ES londum at fiska í bretskum sjógvi. Men hetta kann eisini fáa avleiðingar fyri bretsku fiskivinnuna. Tí Bretland útflytir fisk og skeljadjór fyri 7,5 milliardir krónur um árið. Ætlar Bretland tí at sýta skipum úr ES at fiska í bretskum sjógvi, kann ES leggja stóran toll á fisk úr Bretlandi. Michel Barnier greiddi frá, at hann sum samráðingarleiðari hjá ES í samband við Brexit er sinnaður at leggja trýst á Bretland. Men hann kann tó einans gera, um hann fær stuðul frá teimum 27 ES londunum , sigur Ole Ryborg, ES serfrøðingur hjá DR. Tí verður tað mett vera neyðugt, at danski forsætisráðharin Lars Løkke Rasmussen má ganga á odda í at geva Barnier heimild at seta hørð krøv í fiskivinnu samráðingunum, skrivar DR. Sum flestu fótbóltsspælarar havi eg droymt um A landsliðið líka síðani eg byrjaði at spæla fótbólt, sigur Gunnar Vatnhamar við fsf.fo Vit hava nógvar fyrispurningar um grundstykkir og at sleppa at byggja. Men tað vísir seg, at tað er trupult hjá ungum fólki at fáa lán til at seta búgv uttanfyri stórbýirnar. Í Kunoy eru níggju grundøkir. Tey, sum eru byggibúgvin, kosta millum 143.000 og 167.000 krónur, meðan tey, sum ikki eru byggibúgvin, kosta millum 53.000 og 67.000 krónur. Í Haraldsundi eru fimm grundøki, tey eru ikki byggibúgvin og kosta millum 60 og 66.000 krónur. Støðan er keðilig, sigur Sóleyð Klettskarð í Kongsstovu, borgarstjóri. Tað tykist sum um, at landið ikki hevur áhuga í, at tað veksur uttan fyri stórbýirnar. Verður gongdin ikki vend, so er ikki nógv at gera hjá smáu plássunum í landinum, sigur Sóleyð Klettskarð í Kongsstovu. Vit ynskja eina búseting og fjáltáttaðar bústaðarmøguleikar kring alt landið. Men tað er ikki lætt at loysa tað. Annars hevði tað verið loyst , sigur Kristina Háfoss. Embætisfólk eru farin at kanna, hvussu tað kann loysast, at fólk ikki fáa fígging til at byggja sær bústað á smáu plássunum og í útjaðaranum, sigur Kristina Háfoss Eg havi lagt áherslu á, at tað má finnast ein loysn, sum tryggjar, at borgarar, sum búseta seg í útjaðaranum, ikki stavnsbinda seg, og ikki innber nakað alment veðhald . Nær embætisfólkini eru liðug at kanna viðurskiftini, er ikki greitt, og einki útspæl kemur, fyrr enn arbeiðið er liðugt, sigur Kristina Háfoss. Roknað verður við, at 81 ára gamli Silvio Berlusconi kann gerast stóri maður aftur í italskum politikki, hóast hann ikki sjálvur kann veljast, tí hann er dømdur fyri skattasvik. Tá hann legði frá sær sum forsætisráðharri í 2011, var frøði í bæði Bruxelles og í Berlin, men nú verður hann mettur sum einasta alternativið til víðgongdu og populistisku flokkarnar í Italia. Búskaparliga er Italia ikki væl fyri, tí eingin vøkstur hevur verið seijnastu 20 árini, og tí eru tað serliga tey ungu, sum eru misnøgd við ES. Ógreitt er, hvat úrslitið av valinum verður, tí nógvir flokkar eru. Verður valúrslitið ikki greitt, skal Sergio Mattarella, forseti, skipa stjórn, sum fær meiriluta í tjóðartinginum. Annar er 26 ára gamli verjuspælarin,Nikola Krcmarevic, úr Serbia, sum hevur umboðað svenska felagið Syrianska, sum er í næstbestu svensku kappingini. Hann hevur eisini roynt seg í bestu deildunum í Rumenia og Serbia, umframt at hann hevur spælt í næstbestu kappingini í Grikkalandi. Krista Mørkøre hevur um vikuskiftið luttikið í stórari altjóða svimjikapping World para swimming world series , ið var hildin í Keypmannahavn. Kappingin gekk so væl, at Krista Mørkøre í heili fýra ymsum greinum megnaði at kvalifiserað seg til Evropameistarakappingina, sum verður í Dublin í summar. Krista luttók í sjey kappingum, har hon í sínum bólki S10 , rakk hesum úrslitum 100 metrar frí 7. pláss 50 metrar firvald 1. pláss 100 metrar bringa 4. pláss 400 metrar frí 4. pláss 50 metrar frí 7. pláss 50 metrar bringa 2. pláss 200 metrar frí 5. pláss Ongin greiður vinnari er funnin á italska stjórnarvalinum í gjár. Mið høgra samgongan saman við Forza Italia, sum er flokkurin hjá fyrrverandi stjórnarleiðaranum Silvio Berlusconi, saman við øðrum fáa flestu atkvøðurnar, men ikki meirilutan. Sambært kanningum á valstøðunum fær sitandi stjórnin um 20 prosent av atkvøðunum, meðan mið høgra samgongan fær 35,5 prosent. Alt bendir á, at størsti flokkur verður Fimmstjørnurørslan við 32,5 prosentum. Sostatt er ongin greiður vinnari á valinum, og politiskir viðmerkjarar í Italia siga, sambært AP, at hesi kanningarúrslitini benda á, at tað skal samráðast í eyst og vest til tess at fáa ein meiriluta. Hann væntar eisini, at tað fer at ávirka altjóða fíggjarmarknaðurin skeiva vegin, at Fimmstjørnurørslan verður størsti flokkur á italska stjórnarvalinum. The Shape of Water vann í nátt okkara tíð Oscar virðislønina fyri besta film. Filmsleikstjórin, Gulljermo del Toro fekk eisini ein Oscar. Filmurin fekk tilsamans fýra virðislønir. Umframt besta besta film og leikstjórn, vann filmurin eisini Oscar fyri besta upprunaliga tónleik og besta pallsmíð. Oscar virðislønin til besta kvinnuliga høvuðsleikara fór til Frances McDormand fyri hennara leiklut í filminum, Three Billboards Outside Ebbing, Missouri. Og Gary Oldman vann ein Oscar fyri besta mannliga høvuðsleiklut í filminum, Darkest Hour. Katrin Ottarsdóttir er fyrsti føroyingur, ið er útbúgvin av danska filmsskúlanum. Í 1982 stóð hon, bert 23 ára gomul, við próvnum í hondini. Síðan 1982 hevur hon verið sera virkin bæði innan films og bókmentalist. Yvirlitið yvir filmar av ymiskum slagi er langt. Tað telur bæði spælifilmar, heimildarfilmar, stuttfilmar og sjónbandaløg, og bókaútgávurnar eru í dag fýra í tali. Tvey yrkingasøvn og tvey stuttsøgusøvn, hevur Katrin givið út. Fyri fyrsta yrkingasavn sítt, Eru koparrør í himmiríki frá 2012 fekk Katrin Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens í 2013, og bókmentir hennara eru týddar til danskt mál. Í hesum døgum er Katrin í Føroyum í samband við nýggja stuttsøgusavn sítt við heitinum, 43 bagatellir. Eitt savn av søgum, hvørs avbjóðing var, at hvør søga í mesta lagi mátti vera á 301 orð við yvirskrift. Nógvur kavi er komin niður í nátt og í morgun, og tað hevur havt við sær, at tað ikki hevur verið koyrandi eftir øllum bygdar og landsvegum fyrr í morgun. Men nú hevur Landsverk grivið allar vegir. Árni Jacobsen, økisleiðari hjá Landsverki, segði soleiðis við útvarpið í tíðindunum klokkan átta. Trýst á pílin fyri at hoyra samrøðuna. Á Oyggjarvegnum er enn bara onnur koyribreytin grivin. Eisini er hált og krapi kring alt landið. Landsverk biður tí bilførarar koyra varliga. Tveir aðrir dystir vórðu spældir í gjár. Í Vestmanna spældu VÍF og Team Klaksvík. Talan var um ein málríkan dyst, sum vestmenningar trygt vunnu 37 30. Og í høllini í Kollafirði fóru gestirnir við øllum, tá Kyndil vann 34 28 á KÍF. Eftir umfarið í gjár er støðan í FTZ kappingini hendan Dystir Stig H71 17 25 Neistin 16 24 VÍF 16 18 Kyndil 15 17 Team Klaksvík 18 14 STÍF 17 11 KÍF 17 7 Eftir umfarið í gjár er støðan í hvonn kappingini hendan Dystir Stig VÍF 18 32 Kyndil 17 28 VB 18 25 Neistin 17 15 H71 18 13 Stjørnan 18 10 STÍF 18 1 Fólk í túsundatali eru strandað í Moria leguni á griksu oynni Lesbos uttan møguleika at koma víðari til onnur lond í Evropa, sum hava stongt síni landamørk. Sambært frágreiðingini hava tveir triðingar av fólkunum í leguni álvarsligar trupulleikar við heilsuni, og heili 92 prosent eru í vanda fyri at fáa sálarsjúkur ella langtíðar strongd. Leingi hava hjálparfelagsskapir og mannarættindafelagsskapir víst á vánaligu viðurskiftini í Moria leguni í Lesbos. Myndugleikarnir á staðnum finnast eisini hvassliga at støðuni. Í november segði borgarstjórin á Lesbos við bretska blaðið, The Guardian, at hann er harliga ímóti politikkinum, sum ger Lesbos og onnur marknaðarøki til koncentratiónslegur, har fólk missa alla menniskjaliga virðing. Filmssjónleikarkvinnan Frances McDormand vann Oscarvirðisløn fyri sín leiklut í filminum, Three Billboards Outside Ebbing, Missouri. Filmurin er um eina mammu, hvørs dóttir verður neyðtikin og dripin. Í máttloysi um at myndugleikarnir á staðnum ikki megna at fanga drápsmannin, fer mamman upp í móti myndugleikunum í lítla býnum Ebbing í statinum, Missouri upp á ein heilt serligan máta. Sjónleikarin Sam Rockwell vann eisini ein Oscar fyri besta mannliga hjáleiklut í filminum Three Billboards Outside Ebbing, Missouri. Sostatt vann filmurin tveir Oscars í nátt. The Shape of Water gjørdist eisini stóri vinnarin, serliga tá tað varð greitt, at filmurin vann heiðurin sum besti filmur. Harafturat vann filmurin eisini bestu leikstjórn við Guillermo del Toro, besta upprunaliga tónleik og pallsnið. Stóri krígsfilmurin Dunkirk vann næstmestar virðislønir. Filmurin, ið snýr seg um annar veraldarbardaga og teir mongu hermenninar, ið vóru strandaðir í Dunkirk, vann tríggjar Oscars. Filmurin vann nevniliga fyri ritstjórnan, ljóðmiks og ljóðstjórnan. Leikstjórin, Greta Gerwig, var einasta kvinnuliga tilnevning í leikstjóra bólkinum, og harafturat er hon fimta kvinna nakrantíð, sum er tilnevnd besti leikstjóri. Svenski filmurin The Square var tilnevndur sum besti útlendski filmur. Danski sjónleikarin, Claes Bang, spælir høvuðsleiklutin í filminum, sum snýr seg um eitt nútímans gallerí í Stockholm. Eva Fock er musiketnolog, og hon er komin til Føroyar fyri at vera við í føroyska partinum av Norðurlendsku musikstafettini. Norðurlanda musikstafet er eitt listarligt menningarátak fyri skúlanæmingar og lærarar í Grønlandi, Íslandi, Føroyum og Danmark. Næmingarnir kanna ljóðini í teirra býi, teirra nærumhvørvi og gera eina ljóðsamanseting, sum so verður send víðari til Grønlands, Íslands og Danmarkar. Bústaðir ótolnast eftir at frætta, hvat Mentamálaráðið ætlar við Hoydølum. Á vári í fjør skrivaði Rigmor Dam út eina hugskotskapping, har landsstýriskvinnan bað almenningin koma við góðum hugskotum til, hvat virksemi skal vera í Hoydølum, tá Studentaskúlin flytir út í Marknagil. Í lýsingini stóð millum annað, at Uppskotini skulu verða ein yvirskipað lýsing av, hvussu økið verður best brúkt og kemur flest borgarum at gagni. Fyri at tryggja, at álvari er handan innkomnu uppskotini, skal verkætlanarlýsing og fíggingarleistur fyriliggja . Andras Róin bað arkitekta fyritøkuna Zeta at gera uppskot um eina heildarætlan fyri Hoydalar, sum bæði tekur atlit til náttúruna og brúkar verandi bygningar. Úrslitið sæst á myndini niðanfyri. Í farnu viku segði Poul Geert Hansen, aðalstjóri, við Kringvarpið, at Mentamálaráðið framvegis arbeiðir við málinum. Trupulleikin hjá Mentamálráðnum er, at eingir pengar eru í fíggjarlógini til Hoydalar, og einki av teimum 46 uppskotunum hevur nágreiniligar ásetingar um fígging, sum Mentamálaráðið annars bað um. Orðini fáa Bústaðir at koma við einari almennari fráboðan um, at í teirra heildarætlan er bæði heildarætlan og uppskot um fíggingarleist. Í uppskotinum til Mentamálaráðið skrivar Bústaðir, at tey kunnu fíggja íbúðarpartin fult út. Andras Róin heldur tað hava stóran týdning at síggja Hoydalar sum eina heild. Tí kann talið av bústøðum eisini lagast til heildina. Eftir hansara tykki kunnu gerast millum 40 og 70 íbúðir í Hoydølum. Talan er eitt gamalt mál, sum eisini hevur verið viðgjørt á altjóða stigi, sigur Svimjisambandið, og endamálið er fyrst og fremst at avmarka kostnaðin av at vera svimjari, sigur Rókur í Jákupsstovu, formaður í Svimjisambandi Føroya. Nú kostar tað at vera í ítrótti, og svimjing er ikki kent fyri at vera ein bíligur ítróttur, men vit ynskja at fólk skulu verða í ítróttinum, sigur formaðurin í Svimjisambandinum um nýggja forboðið. Hesi klæðini eru bara klæðir hóast alt. Um fólk eru innstillað upp á at brúka eina rúgvu av pengum upp á svimjing, so var tað betri farið í feløgini, til venjingina og til venjarar enn í klæðir og útgerð, sigur hann. Alt eftir hvussu man hugsar um tað, so kann tað vera dýrt ella ikki dýrt. Stóri trupulleikin við teimum er, at omaná at tær kosta nógv, so eru tær at so at kalla eingangs. Tær halda stutt nakrar fáar stevnur, sigur hann. Áhoyrarvirðislønin verður avgreidd við SMS boðum, og øll kunnu atkvøða. Send eini boð til 1940 við tekstinum FMA og so tínum uppskoti. Tey, sum framføra á FMA, eru Mattias Kapnas Eyðun Nolsøe Lea Kampmann Alda Magna Son of Fortune Tarira Ólavur á Váli Asyllex FRUM MOMO Her var tað ein maður, sum tók allar yvirskriftirnar stórspælandi málverjin hjá Víkingi, Elias Rasmussen, bjargaði trimum av teimum fimm brotsspørkunum. Kobe Bryant, ið skrivaði handrit og framleiddi, og Glen Keane, ið teknaði filmin, vunnu í nátt virðislønina fyri besta teknaða stuttfilm við filminum Dear Basketball. Bryant vann NBA endaspælið við Los Angeles Lakers fimm ferð, og hevur hann vunnið Olympisku leikirnar við amerikanska kurvabóltslandsliðnum tvær ferðir, áðrenn hann gavst at spæla kurvabólt í 2016. Í minnistalu síni fyri teimum báðum, Ján Kuciak og Martina Kusnirova, sum varð send beinleiðis, kravdi forsetin, at stjórnin kannar málið til botns, ella verður stjórnin send til hús. Seinasta greinin, sum Kuciak skrivaði, var um mutur í Slovakia og um møgulig sambond millum slovakiskar aktørar, ES fíggjaðar verkætlanir í Slovakia og italsku mafiuna. Kiska, forseti, sigur, at álitis kreppa er í landinum, og at hann fer at kjakast við politiskar leiðarar um, hvussu tey síggja framtíðina, og hvussu álitið á politisku skipanina kann endurreisast. Mótstøðumaður Kiska, forsætisráðharrin Robert Fico, tekur ikki undir við at umskipa stjórnina. Sambært Fico er tað at undirgrava úrslitið frá seinasta vali í 2016. Kiska hevur onga politiska heimild at koppa stjórnini, men hildið verður at orðini hjá honum fara at økja um trýstið frá fólkinum á stjórnina. Eisini kunnu 30 tjóðartingslimir reisa misálit á stjórnina, og tá skal verða avgjørdur meiriluti fyri at stuðla stjórnini, skrivar Ap og Reuters. Í talgilda rúminum eru serliga tríggjar álvarsligar hóttanir móti Noregi. Ávirking, njósning og sabotasja, sigur stjórin í norsku fregnartænastuni, Morten Haga Lunde. Talið av russiskum royndum at ávirka lond í vesturheiminum er vaksið seinastu árini. Millum annað har roynt verður at ávirka val tilgongdir og valúrslit. Kortini er njósning í talgilda rúminum alvorligasta hóttanin móti Noregi. Fleiri royna at avdúka og sníkja seg inn hjá norskum myndugleikum og fyritøkum. Endamálið er í fyrstu atløgu at fáa kunning um vanlig politisk og hernaðarlig mál, síðani er tað ídnaðarnjósning, sigur fregnartænastan. Kappingin byrjar við dysti millum Russland og Saudi Arabia á Luzhniki vøllinum í Moskva 14. juni, og síðani verða 63 aðrir dystir spældir. Sambært FIFA styrkilistanum fyri menn frá februar í ár, liggur Danmark á einum 12. plássi. Ísland er á 18. plássi, og Svøríki er á 19. plássi. The Independent skrivar, at eftir óvanliga nógv avfall eftir glopraregn í Atacama oyðimørkini í norður Kili, eru tær farnar at ressast við. Í oyðimørkini, har tað hevur verið hildið alt vera stein deytt, hava granskarar nú funnið mikroorganismur, sum hava ligið í dvala undir jørð í fleiri áratíggju, skrivar blaðið. Gransking vísur okkum, at lív, sum yvirlivir í turrastu støðum á jørðini, eisini kunnu yvirliva í veðurlagi sum á gongustjørnini Mars, har tað er uppaftur turrari, og miðalhitin er millum minus 30 og minus 75 stig, sigur Dirk Schulze Makuch, granskari við lærda háskúlan í Washington. Eg havi altíð verið hugtikin av at fara til støð, har menniskjan ikki heldur, at nakar kann yvirliva, fyri so at finna útav at lívið onkursvegna kortini hevur hórað undan, sigur hann við The Independent. Saman við fleiri granskarum hevur Schulze Makuch tikið jarðarroyndir í seks støðum í Atacamaoyðimørkini í tíðarskeiðnum frá 2015 2017. Mikroorganismur eru funnar fyrr í oyðimørkini, men tað var ikki vist, um hesar í veruleikanum stavaðu frá oyðimørkini, ella um vindur hevur borið deyðu leivdirnar frá øðrum støðum, sigur Schulze Makuch. Við ongum vatni eru mikroorganismurnar í dvala, men eftir glopraregnið ressaðust tær við aftur, og tillagaðu seg til lívið í harðbalna og turra umhvørvinum. Vit halda, at hesa mikroorganismur kunnu liggja í dvala í fleiri hundrað ár enntá í túsund ár. Vatn vekir tær aftur til lívs, sigur Schulze Makuch. Tað skal bora tveir metrar niður í jørðina og leita eftir teknum um lív, og granskararnir vóna at finna tekin, sum vátta tað, sum granskingin hevur víst, skrivar YLE. Freistin at bjóða upp á at røkja leiðina var 1. februar. Einasta boðið, sum kom inn, var nógv hægri enn tað, sum Strandferðslan hevði ásett. Men nú ótolnast Sørvágs kommuna eftir eini loysn. Óvissan um leiðina er óheppin bæði hjá ferðafólki og hjá teimum, sum arbeiða við ferðavinnu í Mykinesi, sigur borgarstjórin í Sørvági, Aim Jacobsen. Stjórin á Strandferðsluni, Hilmar Eliasen lovar, at mykinesfólk í hesari vikuni fáa at vita, hvussu farleiðin skal røkjast í summar. Og tað verður við báti, lovar hann. Fyrrapartin í morgin eru fýra fólk kallað á fund við nevndina. Ein teirra er Gunnvá Tróndardóttir Joensen, sum er millum teirra, sum hava strongt á fyri at geva sjúklingum betri atgongd til kannabis. Talan er um eitt uppskot til samtyktar, har heitt verður á landsstýrið um at leggja eitt uppskot fyri løgtingið um royndarskipan við medisinskum cannabis. Katrin Kallsberg, forkvinna í Trivnaðarnevndini, sigur, at fólkini, sum koma á fund í morgin, eru tey fyrstu í eini røð av fólki, sum skulu hoyrast um medisinskt cannabis. Nær hesar hoyringarnar verða, er ikki greitt enn, sigur Katrin Kallsberg. Hon veit heldur ikki at siga, nær álit verður skrivað í málinum. Í Danmark varð ein royndarskipan við medisinskum cannabis sett í verk tann 1. januar í ár. Talan er um eina fýra ára skipan. Føroyska heilduverkið er ikki partur av hesari royndarskipanini. Pól Sundskarð, Guðrun Zachariasen og Finleif Mortensen, sum ganga nógv í fjøllunum og hava verið á øllum teimum 340 skrásettu fjallatindunum í Føroyum, greiða frá á vakra gongutúrinum niðan á Høvdan í Saksun og greiða frá. Guðrun Zachariasen, sum býr í Hoyvík, hevur sagt starvið upp sum kommunulækni í Havn, tí hon fer nú saman við øðrum at undir eina verkætlan, har tey skulu kanna hvørja ávirkan matur og rørsla hava á fólk, ið fáa sukursjúku. Í tí sambandi ætla tey at tríggjar bólkar av fólki. Tann eini skal ganga í fjøllunum, ein skal íðka fitness og ein skal einki gera ella broyta. Í Danmark til dømis eru tilburðirnir av sukursjúku tvífaldaðir frá 2000 til 2011. Pól Sundskarð úr Klaksvík fæst nú við ferðavinnu burturav. Hann virkar sum ferðaleiðari og harafturat hevur hann heimasíðuna hiking.fo, har fólk millum annað kunnu gjalda fyri skipaðar gongutúrar kring landið. Í hesum døgum tekur Pól 260 myndir av øllum fjøllum í Føroyum til heimasíðuna. Sostatt kunnu tey, ið ikki hava umstøður at fara í fjøllini, eisini síggja øll fjøll. Finleif Mortensen av Argjum hevur tvey væl útgjørd fototól við á gongutúrinum niðan á Høvdan. Hann hevur givið tvær myndabøkur út og myndakalendara, har íblástur verður givin til gongutúrar kring landið. Finleif málar eisini og fær íblástur til málningalistina í fjøllunum. Uppi á Høvdanum í Saksun er sera gott og vakurt útsýni. M.a. sæst oman yvir øll Vestmannabjørgini, vestur á Víkar og Vágalandið annars og Mykines sæst eisini haðani. Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, sigur, at hon raðfestir økið, og hevur hækkað játtanina við tveimum milliónum krónum. Landstingsval verður í Grønlandi antin 17. ella 24. apríl. Tað boðaði Kim Kielsen, landstingsformaður frá á tíðindafundi í gjár. Seinasta landstingsval í Grønlandi var 28. november í 2014, og tá valskeiðið er fýra ár, er tað seinasti dagur at halda val. Kim Kielsen sigur, at hann skrivar út val nú heldur enn í heyst fyri at sleppast kann undan at tingarbeiðið í vár fer upp í valstríð. Avbjóðingarnar eru stórar, og valstríðið er longu byrjað. Eg haldi ikki, at hevði verið hóskandi fyri landstingslimir at reka valstríð, heldur enn gera tað, tey eru vald til, segði Kim Kielsen á tíðindafundinum í gjár. Hann heldur, at eitt val í apríl fer at geva nýggja landstinginum góðar arbeiðsumstøður, tí tingið kann arbeiða fram til juni og fer eisini at hava góða tíð at viðgera komandi fíggjarlógina. Men hetta hevur eisini við sær, at alt lógararbeiði í Grønlandi steðgar, og at eitt umstrítt uppskot um nýggja fiskivinnulóggávu fellur burtur. Næsta landsting skal taka støðu til, um tað arbeiðið skal halda fram ella ikki. Ríkmaðurin, sum er av franskt algeriskum uppruna, sigur seg longu hava goldið 1538 bøtur fyri kvinnur í Fraklandi, Belgia, Sveis og Týsklandi, sum hava fingið dóm og harvið bót fyri at ganga við burka. Tilsamans er talan um meira enn tvær milliónir krónur. Í Danmark fer fólkatingið væntandi í næstum at samtykkja burkabann. Rachid Nekkaz sigur við Kristeligt Dagblad, at hann ætlar sær at gera tað, hann er mentur, fyri at ein tílík lóg onga ávirkan fær á tær kvinnur, sum brúka burka. Míni boð til fólkatingið er, at tað gevur onga meining at samtykkja eitt burkabann, tí kvinnurnar koma kortini ikki at gjalda bøturnar, sigur Rachid Nekkaz. Eins og vit ikki góðtaka, at onkur annar rindar fartbøturnar fyri tey, sum koyra ov skjótt, so góðtaka vit ikki eitt tílíkt stig. Hann máar burturav danskari lóggávu, og tað skal steðgast, sigur Naser Khader, framsøgumaður í rættar og innflytaramálum hjá Konservativa flokkinum. Burka er turriklæðið, sum fjalir alt andlitið, og niqab er turriklæði, sum fjalir alt uttan eyguni. Uppskotið varð tó ongantíð lagt fyri løgtingið. Ríkmaðurin, sum er av franskt algeriskum uppruna, sigur seg longu hava goldið 1538 bøtur fyri kvinnur í Fraklandi, Belgia, Sveis og Týsklandi, sum hava fingið dóm og harvið bót fyri at ganga við burka. Tilsamans er talan um meira enn tvær milliónir krónur. Í Danmark fer fólkatingið væntandi í næstum at samtykkja burkabann. Rachid Nekkaz sigur við Kristeligt Dagblad, at hann ætlar sær at gera tað, hann er mentur, fyri at ein tílík lóg onga ávirkan fær á tær kvinnur, sum brúka burka. Míni boð til fólkatingið er, at tað gevur onga meining at samtykkja eitt burkabann, tí kvinnurnar koma kortini ikki at gjalda bøturnar, sigur Rachid Nekkaz. Eins og vit ikki góðtaka, at onkur annar rindar fartbøturnar fyri tey, sum koyra ov skjótt, so góðtaka vit ikki eitt tílíkt stig. Hann máar burturav danskari lóggávu, og tað skal steðgast, sigur Naser Khader, framsøgumaður í rættar og innflytaramálum hjá Konservativa flokkinum. Burka er turriklæðið, sum fjalir alt andlitið, og niqab er turriklæði, sum fjalir alt uttan eyguni. Uppskotið varð tó ongantíð lagt fyri løgtingið. Nógv virksemi er í løgtinginum fyrrapartin. Klokkan eitt korter til tíggju fara Trivnaðarnevndin, Vinnunevndin og Fíggjarnevndin á fund. Umframt kannabis málið skal Trivnaðarnevndin millum annað viðgera eitt lógaruppskot frá Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, um at broyta viðbótina til ávísar pensjónistar. Eisini skal Trivnaðarnevndin viðgera uppskot til samtyktar frá Sambandsflokkinum um viðgerðartrygd til allar føroyingar. Somuleiðis er Pensjónsnýskipanin á skránni fyri fundin í Trivnaðarnevndini. Trivnaðarnevndin hjá løgtinginum hevur sent boð eftir fýra fólkum í samband við cannabis málið. Ein teirra er Gunnvá Tróndardóttir Joensen, sum er millum teirra, sum hava strongt á at geva sjúklingum betri atgongd til cannabis. Trivnaðarnevndin ætlar eisini at kalla millum annað landsapotekaran, landslæknan og umboð fyri kommunulæknarnar á fund um hetta málið. Jenis av Rana, tingmaður fyri Miðflokkin, hevur lagt uppskot fyri løgtingið. Talan er um uppskot til samtyktar, har heitt verður á landsstýrið um at leggja uppskot fyri løgtingið um royndarskipan við medisinskum cannabis. Seinni skulu boð sendast eftir fleiri, Fíggjarnevndin hevur sett ikki færri enn 14 mál á skrá fyri sín fund í morgun. Millum málini eru uppskotið hjá Sonju Jógvansdóttir um at gjald til yrkisfeløg skal kunna dragast frá í skatti. Tingfundur byrjar klokkan 11. Á skránni er millum annað broytingar í lógini um tryggingarvirksemi og tvey uppskot til samtyktar frá Sambandsflokkinum, ávíkavist um at byggja kampus og akademiskan vitanardepil og at seta á stovn eina listaskúlaskipan. Royndin var gjørd 6. mai 1954 á Iffley Road breytini í Oxford. Chris Chataway og Chris Brasher skuldu renna part av av teininum saman við Bannister fyri at tryggja røttu ferðina. Albert Marni Joensen, sum eigur eina rúgvu av føroyskum metum í renning, sigur, at føroyskir rennarar mangan hugsaðu um Roger Bannister, tá teir royndi at renna 1500 metrar undir fýra minuttir. Tað følist, sum eg havi vunnið, hóast talan ikki bleiv um eitt fyrstapláss, tí eg hevði ikki væntað, at tað fór at gangast mær so væl, sigur Hildigunn Lamhauge. Leygardagin var skipað fyri DM í makeup á stórari vakurleikamessu í Keymannahavn. Hildigunn Lamhauge var millum tey 10 fólkini, sum vóru vi í kappingini um at kunna kalla seg besta makeup artist í danska ríkinum. Eg hevði roynt at fyrireika meg áðrenn við at leggja júst tað makeup ið, sum eg skuldi gera til sjálva kappingina, á ymsar kvinnur. Tað var tó ikki, fyrr enn eg var komin til Danmarkar, at eg kundi royna meg við modellini, sum eg skuldi brúka til kapingina. So tað var nokkso spennandi, um alt fór at rigga, sigur Høvuðsdómari í kappingini var kendi hárfríðkarin og makeup artisturin Søren Hedegaard, ið er serliga kendur fyri at gera hár og sminku hjá krúnprinsessu Mary. Eg havi glett meg at byrja hetta arbeiðið og ivist ikki í, at eg kann brúka tær royndirnar, eg havi, frá teimum ymsu bløðunum, eg havi arbeitt á í Danmark. Eg ynski, at lesarin skal spæla ein nógv størri leiklut, og gerandislívið hjá føroyskum kvinnum skal fylla meir, sigur Tóra E. Mortensen. Eg vil gjarna provokera dunnuhylin eitt sindur, og vónandi kann tað síggjast aftur í innihaldinum í blaðnum. Tað snýr seg um familjubondini og hetta her við at vera eitt sindur bangin fyri, hvør meinar hvat um hvat. Tó skal hetta gerast, uttan at tað verður keðiligt, men heldur spennandi og fjølbroytt, sigur Tóra E. Mortensen. Seinastu mánaðirnar hava vit hoyrt nógv um, hvussu fólk við sjúkum so sum parkinson og sklerosu kunnu fáa tað betri við eitt nú kannabis. Men tað ber eisini til at finna linna fyri millum annað áðurnevndu sjúkur við at brúka súrevnisviðgerð undir trýsti. Janus Joensen hevur kavaraskúla í Klaksvík, og hann hevur ætlanir um at fáa ein trýsttanga á skúlan í summar. Men tangin skal ikki bara brúkast til kavarar. Tá eg havi verið uttanlands á skeiðum, havi eg upplivað, hvussu súrevnisviðgerð í trýsttanga kann hjálpa fólki við eitt nú parkinson ella sklerosu. Tá vit fáa trýsttangan á skúlan verður hann jú ikki brúkt allatíðina, og tí haldi eg tað vera upplagt, at tangin kann brúkast sum viðgerðartilboð til fólk við álvarsamum sjúkum. Í morgunsendingini greiddi Janus Joensen frá, hvussu súrevnisviðgerð í trýsttanga gongur fyri seg, og júst hvussu hon kann hjálpa fólki við ávísum sjúkum. Eitt aktuelt dømi er kavi. Hvussu skulu vit kunna lýsa slagið av kava, tá ið vit ikki longur kenna orðini um tey ymsu sløgini av kava. Tað er tí umráðandi at vit tosa saman og tosa við tey ungu og brúka tey samheitaorð, sum vit duga, so vit ikki gloyma tey. Tað hava verið trý spennandi ár og eg vil so staðiliga viðmæla øðrum, sum hava áhuga í tónleiki, at fara á musikskúlamiðnám, sigur Bjørg Elttør, sum vitjar morgunsendingina. Eysturkommuna ætlar at fara undir at hækka brimverjuna í Leirvík ein metur afturat fyri at binda um heilan fingur og tryggja seg sum best móti óveðri. Tað var 25 november í fjør, at tað var somikið ógvusligur uppgangur í Leirvík, at millum annað nýggi bygningurin hjá El Teknik fekk stóran skaða. Tað er nógv annað virksemið niðri á økinum, ið eisini skal tryggjast móti einum slíkum uppgangi aftur. Jóhan Christiansen sigur, at tað er ikki óvanligt, at grót kemur uppum verjugarðin og inn á økið, men at hann veit ikki um so ringan uppgang sum í fjør. Enn er peningur settur av á fíggjarætlanini til verkætlanina, men fyribils metingin sigur, at arbeiðið fer at kosta um eina millión krónur. Tíðarætlanin fyri verkætlanina er heldur ikki løgd enn, tí tilboðini eru ikki komin inn. Jóhan Christiansen ásannar, at tað er nógv ferð á í løtuni og nógvar hendur eru upptiknar, men hann sigur samstundis tað kann ikki bíðast leingi eftir at fáa hækka brimverjuna og tryggja økið betur. Einki av størru, politisku málunum er einfalt, soleiðis sum politiska støðan er. Tað ásannar Bjørt Samuelsen, forkvinna í Vinnunevndini hjá løgtinginum. Bjørt Samuelsen uggar seg við, at rímuliga breið politisk undirtøka hevur síðstu árini verið fyri, at fiskivinnan skal gjalda ein part av yvirnatúrliga vinninginum í landskassan. Fá eru glað fyri ta skipanina, og tí er tað framvegis mín vón, at vit kunnu semjast um ein varandi leist fyri, hvussu pengarnir skulu krevjast inn, sigur Bjørt Samuelsen. Sambært uppskotinum hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum skulu 70 av yvirnatúrliga vinninginum, roknaður eftir einum ávísum frymli, gjaldast í landskassan. Men drúgva viðgerðin av lógaruppskotinum um fyrisiting av sjófeingi gjørdi, at Vinnunevndin ikki fekk stundir at viðgera veiðigjøldini fyri jól. Lógaruppskotið um veiðigjald hevur nú ligið í Vinnunevndini í hálvan fjórða mánaða. Nevndin hevur aftur fund týsdagin, og tá eru veiðigjøldini aftur á skránni. Tað verður longri og longri millum ljóðið av barnagráti í Suðuroynni. Kommunurnar í Suðuroynni eru nú í felag farnar at fyrireika átøk at venda gongdini. Seinastu árini er talið á nýføddum suðringum stútt og støðugt lækkað. Og árið í fjør var eitt tað lægsta í fleiri áratíggju. Tá blivu bara 40 børn fødd í Suðuroynni, vísa tøl hjá Hagstovuni. Talan er um børn sum eru fødd á Suðuroyar Sjúkrahúsi og Landssjúkrahúsinum. Men seinastu 20 árini hevur burðartalið ligið millum hálvtrýss og trýss. Og higartil lægsta talið í nógv ár var altso í fjør við bara 40 børnum. Gongdin er ørkymlandi, sigur Dennis Holm. Allar kommunurnar í Suðuroynni arbeiða nú í felag at fyrireika átøk, sum kunnu venda gongdini við barnatalinum. 66 ára gmali Sergej Skripal og 33 ára gamla dóttir hansara, sum hann fylgdist við, eru bæði á sjúkrahúsi í Salisbury, og støðan er ring, skrivar BBC. Avvarðandi hjá Skripal hava greitt russisku deildini hjá BBC frá, at hann var bangin fyri, at russiska fregnartænastan fór at hevna seg inn á hann. Seinstu tvey árini er kona hansara, eldri bróður hansara og sonur hansara øll deyð, og familjan heldur, at tey doyðu á gátuføran hátt. Bretski uttanríkisráðharrin, Boris Johnson, ávarar Russland og sigur, at kann tað prógvast, at Russland hevur samband við hendingina í Salisbury, so verður tað torført at senda bretska umboðan til HM í fótbólti í Russlandi í summar. Tað verður í hvussu er ikki vanliga almenna umboðanin. Skattauppgerðin fyri 2017 er komin, og sambært tølum hjá TAKS passar uppgerðin hjá 21.564 borgarum, sum tískil hvørki skulu rinda írestandi skatt ella eiga avlopsskatt til góðar. Tað sigur Taks í tíðindaskrivi. Sambært TAKS hava 16.707 borgarar goldið ov nógvan skatt og fáa nú pening aftur. Tilsamans er talan um góðar 47,9 milliónir krónur. Tú kanst kanna tína skattauppgerð á Borgaraglugganum ella á MínBoks seinni í dag. Frá í morgin verður hon send við postinum til teirra, sum ikki nýta hesar tænastur. Okkurt skal barnið eita verður sagt, og fá menniskjaslig fyribrigdi munnu hava fleiri heiti enn kvinnuliga, mánaðarliga sjúkan , sum á fakmáli verður kallað menstruatión í hesi sending, mensan. Men hvussu uppfata, lýsa og umrøða vit hesa kropsligu hending Hvørjir samfelags og kynspolitiskar avbjóðingar og vandamál knýta seg at henni, og eru vit ávegis nýggjum tíðum Hvussu við teimum, sum ikki menstruera, og teimum, sum ikki hava ráð at keypa hygiejneproduktir sum bind, tampongir ella kopp Hvussu við skommini, sum ofta er knýtt at fyribrigdinum Og hvat hendir, tá menstruatiónin ikki er, sum hon eigur Og hvussu tá hon steðgar av náttúrligum ella ónáttúrligum ávum Er PMS eitt slag av sjúku, sum hevur við sær, at kvinnur ikki eiga at vera til dømis flogskiparar ella røkja onnur størv, ið krevja sálarliga javnvág Er menstruatiónin ella mensan, sum limirnir í Damudomi kalla hana, ein sjúka, sum er knýtt at onkrum skitnum og skammfullum, sum skal fjalast Ella er hon eitt vælsignilsi, sum sigur okkum, at kroppurin er frískur, í javnvág, náttúrligur og í synk við mánaðaunum og árunum, ið ganga, sum vit tí eiga at fevna í øllum sínum veldi Hetta og mangt annað kjaka og hugleiða tær báðar Solveig Hanusardóttir Olsen, listafrøðingur og limur í felagsskapinum Damudomi, og Bjørt Lind, sálarfrøðingur og limur í Damudomi, um. Okkurt skal barnið eita verður sagt, og fá menniskjaslig fyribrigdi munnu hava fleiri heiti enn kvinnuliga, mánaðarliga sjúkan , sum á fakmáli verður kallað menstruatión í hesi sending, mensan. Men hvussu uppfata, lýsa og umrøða vit hesa kropsligu hending Hvørjir samfelags og kynspolitiskar avbjóðingar og vandamál knýta seg at henni, og eru vit ávegis nýggjum tíðum Hvussu við teimum, sum ikki menstruera, og teimum, sum ikki hava ráð at keypa hygiejneproduktir sum bind, tampongir ella kopp Hvussu við skommini, sum ofta er knýtt at fyribrigdinum Og hvat hendir, tá menstruatiónin ikki er, sum hon eigur Og hvussu tá hon steðgar av náttúrligum ella ónáttúrligum ávum Er PMS eitt slag av sjúku, sum hevur við sær, at kvinnur ikki eiga at vera til dømis flogskiparar ella røkja onnur størv, ið krevja sálarliga javnvág Er menstruatiónin ella mensan, sum limirnir í Damudomi kalla hana, ein sjúka, sum er knýtt at onkrum skitnum og skammfullum, sum skal fjalast Ella er hon eitt vælsignilsi, sum sigur okkum, at kroppurin er frískur, í javnvág, náttúrligur og í synk við mánaðaunum og árunum, ið ganga, sum vit tí eiga at fevna í øllum sínum veldi Hetta og mangt annað kjaka og hugleiða tær báðar Solveig Hanusardóttir Olsen, listafrøðingur og limur í felagsskapinum Damudomi, og Bjørt Lind, sálarfrøðingur og limur í Damudomi, um. Avvarðandi hjá manninum ringdu til løgregluna klokkan 14 í dag og eftirlýstu mannin. Klokkan trý fann ein persónur, sum var til gongu á rossagøtuni, mannin lívleysan. Maðurin er 44 ára gamal, upplýsir løgreglan. Løgreglan veit ikki, hvussu leingi maðurin hevur ligið har, men helst síðani í gjár ella í nátt, sigur Kristian Martin Joensen, vaktleiðari á politistøðini. Lógin sigur, at øll, sum doyggja einsamøll, skulu kannast. Líksýn verður hildið fyri at staðfesta deyðsorsøkina, sigur vaktleiðarin. Hvussu hevur føroyskur tónleikur tað í dag, og hvussu skal føroyski tónleikurin skipast í Kringvarpi Føroya Hesar og aðrar spurningar skifta vit orð um við Sunleif Rasmussen, tónaskald, Knút Háberg Eysturstein, tónleikara og tónleikafrøðing, og Eyðfinn Jensen, tónleikasamskipara í kringvarpinum. Eisini hitta vit Jens Marna Hansen, ið hevur valt tónleikin sum fulltíðaryrki, og tosa við hann um tær avbjóðingar, sum hetta hevur við sær. Hvønn týdning hevur Musikkskúlin fyri tónleikalívið í Føroyum í dag Hesar og aðrar spurningar seta vit Ólavi Jakobsen, ið eitt nú er leiðari fyri Musikskúlamiðnám, og útbúgvin guitarleikari á konservatoriunum í Keypmannahavn og París. Føroyskur tónleikur er mentur munandi farnu mongu árini. Men hvør er søgan, tá talan er um føroyskan nútíðartónleik Vit fara í fýra umførum eina musikalska snarferð, ið umfatar eina hálva øld nevniliga árini frá 1950 til 1999. Tú kanst hoyra sendingina her Hvat er orsøkin til stóra fólkavøksturin á Toftum, Eysturoyartunnilin ella búskapargongdin Jóhannus Danielsen, borgarstjóri í Nes kommunu, heldur, at bæði hava sína ávirkan. Fólkatalið í Nes kommunu, var við ársenda 1280 íbúgvar. Tað er met, og tað eru serliga tey seinastu fýra árini, at vøksturin hevur tikið dik á seg. Tað sæst eisini aftur í skattainntøkunum, sum í 2018 verða mettar liggja um 53.6 milliónir. Økti eftirspurningurin hevur eisini havt við sær, at Nes kommuna nú má veita grundøkir og íbuðir til øll teirra. Tað hevur kommunan nú samtykt at fara undir. Tað hevur tó eisini avbjóðingar við sær, at fólkatalið økist skjótt, tí tænasturnar, ið fólk hava tørv á, verða eitt settar undir trýst. Tað verður so næsta takið, ið kommunan fer undir. Lækkandi pinkubarnatalið í Suðuroynni og lági inntøkuvøksturin sammett við restina av landinum, hevur fingið kommunurnar í oynni at stinga høvdini saman at royna at finna eina loysn at venda gongdini. Tað snýr seg um at skapa arbeiðspláss, sum kann gera tað lokkandi fyri ungfólk at seta búgv í oynni, sigur borgarstjórin í Vági, Dennis Holm. Lutfallið millum pensjónistar og kvinnur í barnførum aldri er broytt, soleiðis at tað nú eru færri kvinnur í burðarførum aldri í oynni enn tað eru pensjónistar. Dennis Holm upplýsir, at talið á borgarum 67 ár og eldri er økt 9 prosent seinastu trý árini síðan eldraøkið varð lagt út til kommunurnar at umsita. Tað halda ungu kvinnurnar í rørsluni Frítt val, sum í kvøld skipa fyri útvarpsbiografi í Sirkusi í Havn, har tríggjar dulnevndar kvinnur siga sína abortsøgu. Tað hevur skund at finna eina loysn upp á innkomuvegin til Havnar, tí pengar mugu setast av í fíggjarkørmunum, sum verða lagdir fyri tingið síðst í hesum mánaðinum. Men júst fiskivinnunýskipanin verður høvuðsevnið í valstríðnum, sigur Kenneth Elkjær, tíðindaredaktørur í grønlendska kringvarpinum, KNR. Seinasti framløgudagur er í løgtinginum í dag. Landsstýrið hevur latið tinginum 13 uppskot, teirra millum eitt uppskot um nýggjan Hvalbiartunnil. Andstøðan fer eisini at leggja uppskot fyri tingið. Fólkaflokkurin fer millum annað at leggja uppskot til samtyktar um at javnseta almenna og privata bústaðarbygging. Í viðmerkingum til uppskotið vísur Fólkaflokkurin á, at Bústaðir fær ókeypis grundøki frá kommunum, meðan privat mugu rinda fyri grundøki. Tað er grein 54 í tingskipanini, ið ásetur, at uppskot til løgtingslógir, ríkislógartilmæli og uppskot til samtyktar skulu, fyri at verða viðgjørd, verða framløgd innan 8. mars. Ógvusligur eldsbruni er umborð á einum bingjuskipi hjá Maersk, sum er á veg úr Singapore til Suez. Eldur kom í skipið seinnapartin í gjár, okkara tíð. Maersk Line boðar í morgun frá, at 23 av manningini umborð á Maersk Honam eru fluttir av skipinum, men fýra av manningini eru higartil ikki komnir afturíaftur. 13 av manningini koma úr India, níggju av Filipsoyggjunum, tveir úr Thailandi, og hinir tríggir eru úr Rumenia, Suðurafrika og Stórabretlandi. Bingjuskipini MSC Lauren, Edith Maersk og Gerd Maersk hava sett kós móti Mærsk Honam fyri at vera við í bjargingararbeiðnum. Sambært tíðindaskrivi frá Maersk Line eru skipini frammi nú í morgun. Landstingsval verður í Grønlandi í apríl, og tveir nýggir flokkar royna at savna undirskriftir, so teir kunnu stilla upp. Annar flokkurin er tann hjá Vittus Qujaukitsoq. Hann var annars limur í Siumut, men varð koyrdur frá, sum landsstýrismaður í uttanríkismálum, og fór úr flokkinum. Vittus Qujaukitsoq sigur við KNR, at tey eru úti og savna seinastu undirskriftirnar í bygdnum og býum í Grønalandi. Ein flokkur skal hava 942 undirskriftir, fyri at stilla upp. Hesar skulu verða latnar inn í seinasta lagi fimm vikur undan vali, sigur KNR. Kim Kielsen, landsstýrisformaður, boðaði fyrradagin frá, at val skuldi vera. Men skipanin í Grønlandi er so, at tað er landstingið, ið skrivar út val. Avgerðin hjá Gary D. Cohn kemur, eftir at Donald Trump boðar frá handilskríggi við fleiri av heimsins londum fyri á tann hátt at verja arbeiðspláss heima í USA. Forsetin ætlar at leggja høgan innflutningstoll á eittnú stál og aluminium. Eitt stig, sum elvir til hvøss mótmæli úr Kina, ES og eisini grannalondunum Kanada og Meksiko. Gary D. Cohn kom úr einum leiðandi starvi í íløgubankanum Coldman Sachs, tá hann eftir forsetavalið varð biðin til fremsta, búskaparliga ráðgeva hjá Donaldi Trump. Sambært blanum The New York Times er Gary D. Cohn persónliga ein talsmaður fyri fríhandli, og hann er harðliga ímóti avgerðini hjá forsetanum at seta í gildi innflutningstoll. Ein uppgerð, gjørd á eitt árs degnum fyri forsetaskeiðið hjá Trump, vísir at triðingurin av starvsfólkunum eru skift út síðani hann tók við sum forseti, 20. januar í fjør. Jørgen Niclasen hevur lagt uppskot til samtyktar fyri tingið um at heita á landsstýrið um at koma við einum lógaruppskotið, sum skal tryggja privatum byggifeløgum somu kappingartreytir sum almenna Bústaðir hevur. Í viðmerkingunum sigur tingmaðurin, at tað almenna er ein stór forðing fyri, at fleiri leiguíbúðir verða bygdar, tí kappingin er so ójøvn millum tað almenna og tað privata. Sum dømi nevnir Jørgen Niclasen, at Bústaðir hevur almennar pengar og hevur við í síni útrokning av leigu, at 70 av byggikostnaðinum skulu forrentast yvir 30 ár. Tað merkir, at 30 av kostnaðinum ikki skulu forrentast í 30 ár, skrivar tingmaðurin í viðmerkingunum til lógaruppskotið. Eisini nevnir hann sum dømi, at Tórshavnar kommuna hevur latið Bústaðir fáa grundøkið og gamla bygningin, har Finsen nú stendur, fyri eina krónu, umframt at kommunan hevur bundið seg at rinda einar 16 milliónir fyri millum annað klimaskerm. Til samanberingar hevur privata smápartafelagið Mark bygt lestraríbðir í Marknagili, har grundøkið og planering hava kostað milliónir, og har eingin studningur er frá kommununi. Ynskir landsstýrið, at grundøki og møguligir bygningar skulu latast fyri einki, má tað galda fyri øll. Ynskir landsstýrið, at 30 av byggikostnaðinum ikki skulu forrentast, má tað eisini galda fyri privatar byggiætlanir, sigur Jørgen Niclasen, tingmaður í uppskotinum, sum verður lagt fram á løgting í dag. Jørgen Niclasen hevur lagt uppskot til samtyktar fyri tingið um at heita á landsstýrið um at koma við einum lógaruppskotið, sum skal tryggja privatum byggifeløgum somu kappingartreytir sum almenna Bústaðir hevur. Í viðmerkingunum sigur tingmaðurin, at tað almenna er ein stór forðing fyri, at fleiri leiguíbúðir verða bygdar, tí kappingin er so ójøvn millum tað almenna og tað privata. Sum dømi nevnir Jørgen Niclasen, at Bústaðir hevur almennar pengar og hevur við í síni útrokning av leigu, at 70 av byggikostnaðinum skulu forrentast yvir 30 ár. Tað merkir, at 30 av kostnaðinum ikki skulu forrentast í 30 ár, skrivar tingmaðurin í viðmerkingunum til lógaruppskotið. Eisini nevnir hann sum dømi, at Tórshavnar kommuna hevur latið Bústaðir fáa grundøkið og gamla bygningin, har Finsen nú stendur, fyri eina krónu, umframt at kommunan hevur bundið seg at rinda einar 16 milliónir fyri millum annað klimaskerm. Til samanberingar hevur privata smápartafelagið Mark bygt lestraríbðir í Marknagili, har grundøkið og planering hava kostað milliónir, og har eingin studningur er frá kommununi. Ynskir landsstýrið, at grundøki og møguligir bygningar skulu latast fyri einki, má tað galda fyri øll. Ynskir landsstýrið, at 30 av byggikostnaðinum ikki skulu forrentast, má tað eisini galda fyri privatar byggiætlanir, sigur Jørgen Niclasen, tingmaður í uppskotinum, sum verður lagt fram á løgting í dag. Áhoyraravirðislønin á FMA verður latin bólki ella einstaklingi, ið fær flestar sms atkvøður. Í øllum hinum førunum eru tað dómsnevndir, ið velja hvør skal vinna. Send eini sms boð til 1940 við boðunum FMA og so navninum á tí bólkinum ella einstaklinginum, tú vilt atkvøða fyri. Til dømis FMA Roynd Í gjár var fyrsti fundir eftir aðalfundin hjá Føroysk Miðlafólk, har nevndin varð skipað. Øll nevndin heldur fram við Jón Brian Hvidtfeldt sum formanni. Felagið sigur, at rembingar fara fram í føroyska miðlaheiminum í hesum døgum, har politiskt ynski er øðrumegin um at styrkja fjølbroytnið í føroyska miðlalandslagnum, og eitt ítøkiligt stig tann vegin er Miðlastuðulsnevndin, sum fyri stuttum á fyrsta sinni býtti út stuðul til privatar miðlar. Hinumegin er afturvendandi diskusjónin um leiklutin hjá almenna Kringvarpinum. Aktuella lógaruppskotið um at slíta tíðindadeildina í Kringvarpinum sundur í tvær sjálvstøðugar tíðindadeildir elvdi til nógv kjak, og summi hava síðani skotið upp at stovna eina nýggja, almenna útvarpsstøð fyri at økja um fjølbroytnið í tíðindaflutninginum. Við aktuellu støðuni í huga fer Føroysk Miðlafólk í næstum at skipa fyri almennum pallborðsfundi um miðlar og miðlalandslagið, sigur felagið í fráboðan frá aðalfundinum. Tos hevur verið millum løgtingsfólk seinstu vikurnar um, at Sjálvstýri er á veg uppí samgonguna. Men hesum vísur Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýrinum, aftur. Berin hevur sorgarbólkar fyri børn, ung og avvarðandi, ið hava mist ein av sínum kæru, umframt nú eisini bólkum fyri børn við álvarsliga sjúkum foreldrum. Felagið skrivar, at í áravís hevur Lions Club Tórshavn skipað fyri jólahugnanum í Plantasjuni í Havn, og hvørja ferð hevur okkurt vælgerðartiltak fingið ágóðan av, at seldar eru jóladekoratiónir og annað, ið kann hugna um í advents og jólatíðini. Hesaferð var tað so Berin, ið fekk ágóðan upp á 30.000 krónur, sum millum annað kann gagna arbeiðinum at stovna stuðulsbólkar fyri børn, ið hava álvarsliga sjúk foreldur. Frammanundan hevur Berin í mong ár havt sorgarbólkar fyri børn, ið hava mist, men nú ætlanin eisini er at fáa hjálpt teimum børnum, ið hava álvarsliga sjúk foreldur, vil Lions Club Tórshavn gjarna rætta eina hjálpandi hond. Umframt at skipa fyri sorgar og hjálparbólkum, veitir Berin avvarðandi, vinum, fakfólki og øðrum ráðgeving, vegleiðing og stuðul, og eisini hevur Berin alment kunnandi og fyribyrgjandi virksemi, ið eitt nú kann vera fyrilestrar á skúlum og stovnum Kjarnu uppgávan er at virka fyri, at sum frálíður skulu børn, ung og avvarðandi gerast betur før fyri at handfara sorgina, so tey lættari aftur kunnu fáa eitt gott og innihaldsríkt lív, har tey kunnu mennast og liva við missinum. Meðan hann las norðurlendsk mál í Keypmannahavn, hevði vágbingurin Eivind Weyhe á hondum øll tey føroysku kvæðahandritini, sum funnust í donskum søvnum. Tey flestu vóru á Árnasavninum og Kongliga bókasavninum. Eivind handfór øll handritini, tá tey vórðu kopierað. Tey røkka aftur til Svabosa tíð í 1700 talinum og fevna um nógv ymisk søvn og uppskriftir frá 1800 talinum. Serlig ferð kom á savnanina, tá danin H.C. Lyngby í 1817 hevði fingið snevilin av Sjúrðarkvæðunum millum føroyingar. Onkur av hesum søvnum eru nú í varðveitslu í Føroyum. Soleiðis sigur Heri Joensen, prestur í Vesturkirkjuni í Havn, sum á hvørjum ári fylgir nógvum føroyingum til teirra síðsta hvíldarstað. Nú er leygardagur hevði eitt prát við Hera um starv hansara, tá tað snýr seg um at møta fólki, sum júst hava mist ein kæran. Orsøkin er, at Kristin Michelsen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, fyrr í ár boðaði løgmanni frá, at hann atkvøður frá máli til mál. Fortreytirnar eru broyttar hóast alt, við tað at tann eini tinglimurin, sum var partur av samgonguni, hevur sagt, at hann fer at atkvøða frá mál til mál, sigur Jógvan Skorheim. Tað er soleiðis, at tá man ger eina avtalu, so gongur man eisini út frá tí, at í einari samgongu eru tað allir samgongulimir i øllum samgonguflokkum, sum eisini taka undir við tí avtaluni, sum man nú eina ferð ger, sigur hann. Tilsaman fimm uppskot eru partur av pensjónsnýskipanini. Uppskotini liggja í Fíggjarnevndin og Trivnaðanevndini, tí talan er bæði um fíggjarmál og almannamál. Eg haldi, at tað er heilt burturvið, at eitt alment partafelag sum Atlantsflog skal taka kappingina upp við okkum í privatu vinnuni. Tað svarar til, at felagið, sum rekur undirsjóvartunlarnar, fer undir bilasølu fyri at fáa fleiri bilar at koyra gjøgnum tunlarnar, sigur nevndarformaðurin í Hotel Hafnia. Hann vísir á, at tey keypa eitt ótal av ferðaseðlum frá Atlantsflogi, men um Atlantsflog nú fer í kapping við tey á Hotel Hafnia, so slepst ikki uttan um, at tey noyðast at hugsa um, hvønn tey skulu samstarva við framyvir, sigur Tummas Justinussen. SAS er kappingarneyti hjá Atlantsflogi á Føroyarutuni. Hann sigur, at øll hava rópt eftir kapping í flogvinnuni, og tað hava tey fingið. Men nú kappingin verður á hotellmarknaðinum eisini, so skal Atlantsflog bindast niður, og tað skilir Niels Mortensen ikki, sigur hann altso við Sosialin í dag. M.a. segði Bjørt Samuelsen, tingkvinna, at henni hevði dámt at fingið eina váðameting av hesi íløguni, sum almenna flogfelagið fer at gera saman við pensjónsfelagnum, Lív. Og Bill Justinussen úr Miðflokkinum segði, at tað er munur á einum almennum og privatum partafelagi, og hann spurdi, hvussu langt Atlantic Airways kann fara, áðrenn landsstýrið setir eitt mark fyri tað almenna flogfelagið. Aksel V. Johannesen, løgmaður tók síðani orðið og segði, at kappingarneytin SAS er eisini eitt alment flogfelag, sum í stóran stíl rekur hotellvirksemi Sølukvotur verða seldar fyri eitt, trý ella átta ár í senn, og Vørn skal hava trygd fyri, at gjaldið fyri rættindini at veiða, verður goldið sambært gjaldsfreistunum. Fyri 3 og 8 ára rættindi skal trygd setast á hvørjum ári, og keyparin kann ikki geva boð fyri hægri upphædd enn ta trygd, sum er givin. Landsstýrismaðurin boðar frá alment á heimasíðuni hjá Vørn, nær selt verður á opnari uppboðssølu av teimum nøgdum, sum ikki verða bjóðaðar út á afturlatnari uppboðssølu. Afturlatin uppboðssøla merkir, at bjóðað verður innan ásetta tíð í brævbjálva. Vørn er uppboðssøluhaldari av bæði afturlatnari og opnari uppboðssølu, men kann gera avtalu við privatan at halda opna uppboðssølu. Opin uppboðssøla merkir, at øll, ið bjóða, síggja allar upphæddir, ið bodnar verða. Og bjóðað verður, til ongin longur bjóðar yvir. Tann, sum bjóðar hægst, fær útbodnu nøgdina til tann prísin, ið svarar til boðið. Nøgdin, sum skal seljast á uppboðssølu, er 25 prosent av heildarkvotuni av svartkjaftinum og 15 prosent av makrelinum, norðhavnssildini og botnfiskinum í Barentshavinum. Fakfeløgini høvdu tí boðað frá verkfalli fyri nøkur alment sett, men nú hevur danska Fíggjarmálaráðið boðað frá verkbanni fyri umleið 120.000 alment sett starvsfólk. Kathrina Lindenskov Holm, sálarfrøðingur, greiðir frá, hvat tað ger við okkum, tá vit allatíð eru on á fartelefonini. Hvat ger hetta við okkara børn og okkara maka Herfyri var Sonja Jógvansdóttir, tingkvinna, í eini blusu, har orðið feminist stóð á. Nú reisir Páll á Reynatúgvu, tingformaður, spurningin um, hvat sømir seg hjá tingfólki at vera í á tingsins røðarapalli. Formansskapurin í Løgtinginum fer tí nú at gera greiðar reglur fyri, hvussu ein løgtingslimir skal sleppa at vera klæddur í Løgtinginum. Uttanflokkatingkvinnan var ikki varug við, at hennara klædnaval fór at skapa kjak. Hon var enn minni varug við, at hetta nú elvir til, at formansskapurin í Løgtinginum fer at gera greiðar reglur um, hvussu ein hevur loyvi til at verða klæddur á tingsinsr øðarapalli. Hevði eg vitað, at hatta fór at skapa eina yvirskrift, so var eg kanska bara farin í eina aðra ljósareyðu blusu, sigur hon og leggur afturat, at tað sum varð sagt, var nógv týdningarmiklari enn tað, sum stóð á blusuni. Onkur heldur, tað er fantastiskt, og at tað er gott, at man fær tann boðskapin fram. Onkur annar heldur kanska ikki, at tað er ein relevantur boðskapur at vera ílatin, tá man er á tingsins røðarapalli, sigur Páll á Reynatúgvu millum annað um tað, at Sonja Jógvansdóttir var ílatin blus við orðinum feminist , meðan hon stóð á tingsins røðarapalli. Starvsnevndin hjá Svimjisambandi Føroya hevur tikið út 20 svimjarar til Danish Open 2018, sum verður í Keypmannahavn 12. til 15. apríl Úr Havnar Svimjifelag eru úttikin Alvi Hjelm, Beinta P. Debes, Eyðrið Mortensen, Johan N. Dam, Lena Rannváardóttir, Marius I. Gardshodn, Niels Nattestad, Óli Mortensen og Vár E. Eidesgaard. Jarðarferðin var fríggjadagin 2. februar og úr Føroyum vóru farnir Jógvan Zachariassen, pastorur og Svenning av Lofti, evangelistur. Billy Graham var jarðaður í heimbýnum Charlotte í North Carolina og har var sera nógv gjørt burturúr, sigur Jógvan Zachariassen, pastorur, sum var boðin til jarðarferðina saman við Svenning av Lofti, evangilisti. Tær tríggjar bøkurnar eru Madame Bouvery hjá franska rithøvundanum Gustave Flaubert, Undtagelsen hjá danska rithøvundanum Christian Jungersen og Barnaár hjá suðurafrikanska rithøvundanum John Maxwell Coetzee. 15 ára gamli, Valeria Sayenko, og 14 ára gamli Artyom Makarenko, vóru á skeiði fyri gjørvitnar næmingar, og har uppdagaðu teir, at ein oyggj varð í gerð út fyri oyggjarbólkin Novaja Zemlja í Barentshavinum. Oyggin er 410 falda 780 metrar til støddar, ella góðar 319 túsund fermetrar, men hon er so mikið stór, at hon skal hava eitt navn, og fyribils kalla granskarar hana fyri Næmingaoyggin. Í uppskotinum stendur í grein 12 um trúarfrælsi, at kristnitrúnni kunnu verða veittar serligar sømdir, tó uttan at gera seg inn á aðrar fatanir, og at fólkakirkjan eigur lut eftir gomlum siði. Eg haldi sjálvur, at hon kann gott skerpast eitt sindur. Innast inni, haldi eg, at um vit taka samanum, so eru allir føroyingar kristnir, og Føroya land er eitt kristið land. Tað er eingin ivi hjá mær, sigur Heðin Mortensen. Formaðurin í nevndini, sum viðgerð Stjórnarskipan Føroya heldur eisini, at vit eiga at verja okkum móti fremmandum átrúnaðum, sum sambært honum eru farnir at dominera nógv í Europa. Vit síggja í gerandisdegnum, hvussu Evropa sær út, hvussu umskipað alt blívur og eisini, hvussu dominerandi ávísir trúðarbólkar blíva. Nú hugsi eg ikki um okkara trúarbólkar, sum vit hava her ella okkara slag. Men meira tað sum kemur inn á okkum. Tað haldi eg, at vit eiga at verja okkum. Janus á Húsagarði er høvuðsmaður í bólkinum The Crowberry Band, sum varð settur á stovn í 2015. Bólkurin hevur spælt hópin av konsertum og hevur givið tvey løg út. Á Pub on the Corner spæla sang Janus á Húsagarði, kór sang Brenna McCormick Jacobsen, kór sang Malan Thomsen, guitar Uni Debess, trummir Brandur Jacobsen, piano rhodes guitar kór sang Finnur Hansen, bass Johannis av Rógvu Joensen, steel guitar Jákup Zakariasen. Janus á Húsagarði er annars kendur sum teknari í almenna rúminum, men tónleikurin er farin at fylla meira, og tekningin er løgd á hillina fyribils. Herfyri skrivaði Maria Andreasdóttir eina grein um tiltakið Miss Faroe Islands, sum varð hildið til tiltakið Burn Showdown í november 2017. Átta kvinnur luttóku til Miss Faroe Islands, og Maria Andreasdóttir var sjálv ein av teimum. Maria er eisini journalist og hevur aftaná tiltakið skrivað eina grein um upplivingina og fatanina, sum hon fekk av kappingini í Føroyum, og í gjøgnum samrøður við aðrar luttakarar, lýsir hon tað sum eitt stríð at stilla upp til Miss Faroe Islands, tí Føroyar eru stýrdar av siðvenjum og jantelóg. Sambært Mariu møttu kvinnurnar nógvum fordómum. Nakrar kvinnur siga seg hava verið úti fyri happing, tí tær gera upp við normarnar og stilla upp. Av tí sama vóru tað eisini fleiri kvinnur, ið ikki vildu stilla upp. Turið Elinborgardóttir, sum skipaði fyri tiltakinum, greiðir frá sínari fatan av kappingini í Føroyum. Hon heldur, at kvinnurnar møttu nógvum fordómum og høvdu trupult við at finna stuðlar til kappingina, men við hvørt ger greinin tað verri enn tað var. Sjálv hevur hon luttikið í Miss Denmark í 2016 og vann heitið Miss Earth Denmark 2016. Sjónleikararnir Bárður Persson og Súsanna Tórgarð ummæla leikin Látur Medusa ein framløga , sum gongur í Sjónleikarhúsunum og tey eru bæði so hugtikin, at tey geva leikinum allar stjørnurnar. Einmansleikurin Mín fantastiska skilsmissa verður frumsýndur á Bryggjuni í Vestmanna 17. mars. Vit vitja listakvinnuna Kristinu S. Hansen, sum hevur týtt og spælir leikin. Seinasta freist at lata verk inn til árligu Várframsýningina er í dag, og vit tosa við tvey í nevndini, Jón Sonna Jensen og Randi Samsonsen, sum hava fingið uppgávuna at velja út. Listakvinnan Silja Eystberg letur 8. mars upp listaframsýning við heitinum Kyn hevur ongan lit . Nón gevur innlit í listina hjá Silju. Føroyar eru eitt kristi land, siga fleiri politikarar, og týdningurin av kristnitrúnni skal onkursvegna staðfestast í eini komandi stjórnarskipan. Vit tosa við løgtingsfólk og seinni í sendingini skifta Ovi Brim, gudfrøðingur og prestur, Sigri M. Gaini, kandidatur í námsfrøðiligari heimspeki og Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur og dekanur á Søgu og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum, orð um kristindóm í stjórnarskipanini, og um hvussu føroyskur kristindómur skal definerast. Landsverk boðar frá, at hált er um alt landið, og at tað ikki er koyrandi millum Havnina, Velbastað og Kirkjubø. Tað er ikki koyrandi á Oyggjarvegnum og á Gjáarvegnum. Mælt verður frá allari óneyðugari koyring millum Norðskálatunnlinum og til Havnar, tí tað er so nógv jarðrok í ælunum, sigur Landsverk. sum heitir á bilførarar um at koyra varliga Sambært uppskotinum verður nýggjur tunnil verður gjørdur av Gjánhamri í Trongisvági til Niðastabotn í Hvalba, og landsvegur verður gjørdur frá tunnilsmunnanum Trongisvágsmegin til verandi landsveg í Trongisvági. Hvalbiarmegin verður landsvegur gjørdur frá tunnilsmunnanum til Nesveg, tætt við brúnna um Kjógvavatn. Og tingmennirnir Jenis av Rana, Kaj Leo Holm Johannesen, Jacob Vestergaard, Heðin Mortensen og Kristin Michelsen hava lagt uppskot til samtyktar fram um, at vegurin og tunnil til Fámjins skal bjóðast og gerast í sambandi við gerð av Hvalbiartunnilin. Fólkaflokkurin hevur lagt uppskot fyri løgtingið um at strika allar uppboðssølur av veiðirættindum, sum eru í galdandi lóg um sjófeingi. So at siga øll vinnan hevur í hoyringarskrivum og undir hoyringum í Vinnunevndini gjørt vart við, at uppboðssøla av veiðirættindum er stórt afturstig í tí stóru menning, sum vit seinastu árini hava sæð í fiskivinnuni, síðani seinasta samgonga hækkaði uppsjóvarkvotupartin munandi, sigur Fólkaflokkurin í viðmerkingunum til lógaruppskotið. Flokkurin vísir á, at uppboðssølan skapar ótryggleika og fær reiðarí at aftra seg við at gera stórar íløgur í nýggj og framkomin skip. Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, er eisini áveg í løgtingið við uppskoti um at broyta lógina um fyrisiting av sjófeingi. Hann mælir til 22 lógarbroytingar, sum tó allar verða lýstar sum tillagingar, rættingar og fylgibroytingar Tað halda løgtingsfólkini Magnus Rasmussen úr Sambandsflokkinu, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir úr Fólkaflokkinum, Jenis av Rana úr Miðflokkinum, Kári P. Højgaard úr Sjálvstýrinum, Kristin Michelsen úr Javnaðarflokkinum ið tó kennir seg leysan av at atkvøða saman við samgonguni, og uttanflokkatingkvinnan Sonja Jógvansdóttir. Tingfólkini vísa á, at nú farið er undir at skipa rúsviðgerð fyri børn og ung á ávikavist Bláa Krossi og Frælsi er greitt, at neyðugt er at játta fleiri pengar, skulu viðgerðartilboðini vera alt árið. Í eykajáttanarlóg fyri mars mæla tey tí til at játta 900.000 krónur afturat til Bláa Kross, og marka pengarnar til ambulant viðgerðartilboð til ung yngri enn 18 ár við rúsevnatrupulleikum. Somuleiðis mæla tey til at játta 1,2 millión krónur afturat til Viðgerðarstovnin Frælsi á Eiði og marka pengarnar til ung yvir 18 ár við rúsevnatrupulleikum. Sambært lógaruppskotinum skulu fyrstu 250 milliónir krónurnar, sum landskassin krevur inn frá fiskivinnuni, fara beinleiðis í landskassan, meðan inntøkur omanfyri 250 milliónir skulu í Búskapargrunnin. Fyrstu 150 milliónirnar av tilfeingisinntøkunum frá alivinnuni skulu í landskassan, meðan inntøkur omanfyri 150 milliónir skulu í Búskapargrunnin. Í viðmerkingunum til lógaruppskotið ásannar Kristina Háfoss, at landskassin ikki hevur ráð at seta alt tilfeingisgjaldið í Búskapargrunnin. Inntøkurnar frá tilfeingsgjaldinum síðstu árini eru brúktar til at breiðka skattagrundarlagið, og eru í ávísan mun komnar í staðin fyri vanliga inntøkuskattin, ið er lækkaður. Landsstýrið ætlar, at Búskapargrunnurin skal vera eitt konjunktur javnandi amboð. Tað merkir, at í hákonjunkturi verða pengar settir í grunnin, og í lákonjunkturi kunnu pengar úr grunninum stuðla undir búskapin. Landsverk hava fingið eitt spor ígjøgnum um Velbastaðháls, men Bjarni Petersen heitir á bilførarar um at ikki koyra ígjøgnum, tá hetta leingir tíðina at grava. Tað rýkur eisini nógv um Velbastaðháls. Sum nú er, sær tað út til at veðrið heldur sær til á middag og skiftir so til vátakava, so tað tykist blíva betri, sigur Bjarni Petersen. Frá Norðskálatunnlinum til Havnar rýkir framvegis illa, vánaligt sýni, men tað er koyrandi, sigur Bjarni Petersen, sum tó heitir á bilførarar um at koyra varliga. Miðflokkurin hevur lagt uppskot fyri løgtingið um vegleiðandi fólkaatkvøðu um broytingarnar, sum vórðu gjørdar í hjúnabandslógini, tá samkynt fingið loyvi at ganga saman í borgarligt hjúnalag. Tingmenninir siga í viðmerkingunum, at samtyktin kloyvdi tjóðina í tvey, og at fleiri lond úti í heimi hava havt fólkaatkvøðu um júst hendan sama spurning. Sambært viðmerkingunum til lógaruppskotið skulu pengarnir brúkast til at byggja út náttúruvísindaliga økið, felagsøki, køk, og undirvísingarhøli vegna økt virksemi. Eisini skulu pengar setast av til prosjektering, innbúgv og at gera seinastu útbygging lidna. Á fíggjarlógini fyri 2018 eru fyrstu fimm milliónirnar settar av til útbyggingina. Síðani skulu játtast 8 milliónir næsta ár, 3,5 milliónir í 2020 og 13,5 milliónir í 2021. Ferðslan um Velbastaðháls er framvegis nógv, hóast Landsverk hevur boðað frá, at har ikki er koyrandi. Tískil brúkar Landsverk nógva orku uppá at flyta bilar, ið hava koyrt seg fastar í kavanum. Sum nú er, er eitt spor grivið um Velbastaðháls. Bjarni Petersen, økisleiðari hjá Landsverki sigur, at um Landsverk fær frið at grava, er størri møguleiki fyri, at Landsverk fær grivið kavan á báðum koyribreytunum vekk. Bjarni Petersen sigur, at tað tyngir arbeiðið hjá Landsverki, at so nógvir bilar hava koyrt seg fastar um Velbastaðháls. Í løtuni royna teir at vita um Sløkkiliðið kann hjálpa at flyta bilarnar, soleiðis at tað verður sloppið undan at skumpa bilarnar burtur, tá hetta ger skaða á bilarnar. Hann sigur eisini, at tað framvegis ikki er koyrandi til Gjáar, men at teir eru komnir niðan á Skarð nú. Koyrilíkindi eru vánalig, og tað fýkur illa. Á heimasíðuni stendur eisini, at ein gravmaskina hjálpti við at fáa trailarin aftur á beint. Klokkan 09.50 var koyrandi aftur, skrivar R7.fo. Endamálið við lógaruppskotinum, sum er 66 síður til longdar, er sambært viðmerkingunum at fremja djóravælferð, djóravernd og virðing fyri djórum. Eisini ásetir lógin tær skyldur, sum eru galdandi í viðurskiftunum millum fólk og djór, bæði vill djór og djór, sum eru í varðveitslu hjá fólki. Ein broyting í nýggju djóravælferðarlógini er ein fráboðanarskylda, ið skal tryggja, at myndugleikar fáa boð, um djór eru fyri vanrøkt. Fráboðanarskyldan tekur við, tá hildið verður at djór verða skammfarin ella eru fyri vanrøkt á annan hátt. Ráðandi miðsavningarætlanin hjá flutningsfeløgunum gjørdi, at allur inn og útflutningur í landinum skuldi um bryggjukant í Tórshavnar Kommunu, eini kommunu sum ikki framleiðir eitt gramm til útflutnings. Tað kom at merkjast kring alt landið. Soleiðis skrivar Runavíkar Kommuna á heimasíðuni, nú roknskapartølini fyri Runavíkar Havn verða løgd fram. Kommunan sipar til inntøkurnar frá havna , brúgva og vørugjøldum, sum í nógv størstan mun koma Tórshavnar Havn til góðar. Ongin hevði mansmót til at steðga hesi tilvild, og eftir øllum at døma finst hetta dirvið framvegis ikki í almennum ella kommunalum regi, skrivar Runavíkar Kommuna á heimasíðuni . Hóast kommunan eftirlýsir eitt javnari býti av inntøkunum frá inn og útflutningi, so gjørdist 2017 besta árið hjá Runavíkar Havn higartil. Runavíkar Havn verður í hesum døgum bygt út. Ein 220 metrar langur bryggjukantur við 12 metra dýpi skal gerast, og íløgan er mett at kosta millum 40 og 45 milliónir krónur. Nú koyrandi úr Tórshavn til Kirkjubø og Gomlurætt, tó eru koyrilíkindini ring. Koyrandi er ikki til Velbastaðar. Tað sigur Landsverk á heimasíðuni. Tað er framvegis ikki koyrandi á Gjáarvegnum. Á Oyggjarvegnum er koyrandi til Mjørkadals úr Kollafirði. Tað er nógv jarðrok í ælunum, sigur Landsverk, og tað er framvegis hált um alt landið. Landsverk heitir annars á bilførarar um at koyra varliga. Føroyar eru eitt kristi land, siga fleiri politikarar, og týdningurin av kristnitrúnni skal onkursvegna staðfestast í eini komandi stjórnarskipan. Vit tosa við løgtingsfólk og seinni í sendingini skifta Ovi Brim, gudfrøðingur og prestur, Sigri M. Gaini, kandidatur í námsfrøðiligari heimspeki og Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur og dekanur á Søgu og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum, orð um kristindóm í stjórnarskipanini, og um hvussu føroyskur kristindómur skal definerast. Rasmus Søby hjá Neistanum tekur fríkast og fær mál. Men málið verður koldømt, og Neistaskjúttin má taka fríkasti eina ferð afturat, og hesa ferð fær hann ikki mál. Í Vestmanna tók VÍF ímóti oddaliðnum, H71. Her vístu hoyvíkingar, hví teir liggja nummar 1, tá teir vunnu ein greiðan 27 21 sigur. Eftir dystirnar í gjár er støðan í FTZ kappingini hendan Dystir Stig H71 18 27 Neistin 17 25 Kyndil 16 18 VÍF 17 18 Team Klaksvík 18 14 STÍF 17 11 KÍF 17 7 Kyndil, sum liggur nummar tvey í hvonn kappingini, hevur verið greitt omaná í teimum báðum grannauppgerðunum, sum tær higartil hava spælt ímóti Neistanum í ár. Stigatalvan í hvonn deildini er hendan Dystir Stig VÍF 19 34 Kyndil 18 28 VB 18 25 Neistin 18 17 H71 19 13 Stjørnan 18 10 STÍF 18 1 Um tveir mánaðir skulu húsini vera liðug, tí tá koma fyrstu gestirnir, sigur Tróndur Niclasen, sum rekur Útsýnið saman við konu síni. Áhugin at gista Inni í Bø tykist vera stórur, sigur Tróndur Niclasen, sum leggur aftrat, at hetta ikki er bíligasta loysnin, sum ferðafólk kunnu velja í Føroyum. Húsini eru bygd eftir gomlum føroyskum byggisniði, við sprossavindeygum og flagtaki, men fyri at fáa sum mest burtur úr stórsligna útsýninum, er eitt vindeyga gjørt størri. Tróndur Niclasen hevur eitt lítið festi, og við tíðini er ætlanin, at Útsýnið verður eitt heildarkonsept við føroyskum mati og øðrvísi upplivingum. Landsstýriskvinnan í umhvørvismálum ger nú enn eina roynt at broyta elveitingarlógina, soleiðis at SEV fær heimild at differentiera el prísirnar. Í lógaruppskoti, sum Sirið Stenberg legði fyri løgtingið í gjár, mælir hon løgtinginum til at broyta lógina soleiðis, at SEV kann selja streym til góðkendar hitapumpur og elbilar við avsláttri. Munurin kann í mesta lagi vera 40 oyru fyri hvønn kilowatt tíma, umframt meirvirðisgjald. Sambært viðmerkingunum til lógaruppskoti vil broytingin merkja, at eini sethús við hitapumpu kunnu spara okkurt um 4000 krónur um árið. Og hevur húskið harumframt ein elbil, so spara tey 2000 krónur afturat. Sambært Sirið Stenberg er endamálið við lógarbroytingini at fáa fleiri at brúka el, heldur enn olju, til at hita húsini, umframt at gera tað meira áhugavert hjá fólki at keypa sær ein elbil. Fýra prosent. Tað er prosentparturin av føroyingum, sum eru blóðgevar, og tað talið fer vónandi at blíva hægri, tí tað er stórur tørvur á fólkum, sum vilja lata øðrum blóð. Av tí at ein náttúrlig frágongd altíð er, er støðugt tørvur á nýggjum blóðgevum. Skal tørvurin nøktast, krevst, at í minsta lagi 5 av íbúgvunum í einum landi eru blóðgevar, sigur Claus Reistrup, sum er formaður í Felagnum Blóðgevi. Hon hevur eina heilt sjáldsama sjúku, sum ger, at hon alt sítt lív hevur havt brúk fyri at fáa blóð. Sjúkan er so mikið serlig, at bert tríggir føroyingar hava sjúkuna. Tá eg var pinkubarn, mátti eg hava blóð upp til fleiri ferðir um vikuna. Nú sum vaksin fái eg blóð umleið tvær ferðir um árið, sigur Borghild Jóhanna Fagradal. Orkufeløgini Magn og Effo eru harðliga ímóti ætlanini at loyva SEV at differentiera el prísirnar og harvið selja streym til hitapumpur og elbilar við avsláttri. Vit ivast ikki í, at avslátturin skal vera agnið, sum skal lokka brúkaran til endaliga at stavnsbinda seg til SEV, skrivar Magn í hoyringarsvarinum. Magn sigur seg eisini ivast í, um avslátturin er í stríð við grein 10 í elveitingarlógini, sum sigur at netvirksemið skal fíggjarliga hvíla í sær sjálvum, soleiðis at inntøkurnar eru hóskandi til at gjalda fyri rakstur og ætlaðar neyðugar íløgur. Um prísásetingin hjá SEV er í samsvar við hesa áseting ídag, so verður hon tað ikki eftir ætlaða, ógvusliga avslátturin, uttan so at ein stór eykarokning verður send til teir brúkarar, sum ikki fáa lut í avsláttrinum, sigur Magn í hoyringarsvarinum. Effo skrivar í sínum hoyringarsvari, at eitt minstakrav má vera, at SEV alla tíðina má kunna prógva, at ein komandi meir framleiðsla av streymi, ið skal seljast til vaksandi talið av hitapumpum og elbilum, eisini er varandi og grøn orka. Vísir tað seg ikki at fara at verða soleiðis, hvat ætlar tað almenna tá at gera. Kann tað hugsast, at man framhaldandi hevði hildið á at favorisera el bilar og hitapumpur, spyr Effo í hoyringarsvarinum. Effo heldur eisini, at landsstýrið eigur at lýsa samlaðu fíggjarligu ávirkanina av politikkinum, sum skal fáa allar føroyingar at brúka elorku, heldur enn aðrar orkukeldur. Bæði orkufeløgini vísa á, at lógaruppskotið um fær stórar búskaparligar avleiðingar fyri landið, fyri SEV og fyri tey, sum ongan ágóða fáa av avsláttrinum. Tað vórðu nógv fólk komin saman í bygdahúsinum við Gjógv í gjár. Tey vóru komin at hoyra og viðmerkja nýggja ferðavinnupolitikkin hjá Sunda kommuna, ið kommunan hevur lagt til hoyringar í bygdunum í kommununi. Hetta var sætti og seinastu borgarafundur, ið kommunan heldur um ferðavinnupolitikkin í økinum, og Heðin Zachariassen, borgarstjóri, sigur, at tey hava valt henda leistin, so kommunan kann skipa ferðavinnuna út frá ynskjunum hjá lokala fólkinum. Tað verður mett, at tað árliga koma um 30.000 ferðafólk til Gjáar. Tað sæst væl aftur í bygdalagnum og ávirkar dagligdagin serliga um summarið. Fólk vóru eisini dúgliga uppi og løgdu síni ynskir fram og tey spentu víða. Frá kampingvognum, ið ikki vita, hvar teir skulu standa, til upptak í kirkjuni eftir at ferðafólk hava vitjað, til betri upplýsing so ferðafólk vita, hvar tey skulu ganga. Heðin Zachariassen sigur, at kommunan fyrst og fremst leggur seg eftir at betra um viðurskiftini í Tjørnuvík, í Saksun og við Gjógv, tí tað er har, ið flestu ferðafólkini koma. Heðin Zachariassen sigur, at tað eru komin sera nógv ferðafólk til hesar bygdir seinastu árini, og at tað nú krevst, at okkurt verður gjørt fyri at skipa tað betur, tí annars kann tað ávirka bygdafólkið og lokalu økini ov nógv skeiva vegin. Kommunan fer tó ikki at blanda seg uppí hvussu ferðafólkið skal leggja pening eftir seg í teim ymsu bygdunum, tí tað er ikki teirra uppgáva, sigur Heðin Zachariassen. Tað hevur kavað nógv í nátt og í morgun, og Landsverk hevur stongt nógvar vegir, meðan teir hava grivið. Eitt nú hevur Oyggjarvegurin, Gjáarvegurin og vegurin um Velbastaðháls verið stongdur. Kavaplógvin, ið koyrir millum Kollafjarð og Vestmanna, hevur verið úti síðani klokkan 5 í morgun, og vit fóru ein túr við fyrrapartin í dag. Tá var framvegis nógv jarðrok. Landsverk heitir á bilførarar um at koyra varliga. Í Føroyum hevur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna júst lagt úr hondum sín javnstøðupolitikk, løgtingið hevur havt aðalorðaskifti um hann, og 27 ítøkilig átøk eru sett á skrá tey komandi árini fyri at broyta hugburðin, fyri at minka um gjónna, sum á ymsan hátt er millum kynini, fyri rætt og slætt at fáa formligu javnstøðuna í lógini at gerast veruleiki í gerandisdegnum eisini. At hava sum mál, at øll børn, sama hvørjar avbjóðingar tey hava, skulu vera partur av einum vanligum skúlaflokki, er heilt av leið, tí tað avdúkar, at tú hevur ikki skilt, hvat til dømis autisma er fyri nakað, sigur Malan Mohr, lærari og samskipari av undirvísingartilboðnum til næmingar við autismu í Hoyvíkar skúla. Í dag royna vit at stimbra næmingar, sum hava autismu, við at styrkja teirra sjálvsálit og kenslur, men lærararnir mugu hava meira servitan so ábyrgdin ikki verður løgd á næmingarnar, sigur Malan Mohr, lærari. Tað er Bjartur Dahl Christiansen, sum lesur á Cophenhagen Business School, sum skipar fyri ráðstevnuni saman við Unn Krákustein, Ole Bjerg, sum er dosentur á Copenhagen Business School og hevur skrivað ein hóp av bókum, sum viðgera pening í samfelagsligum og filosofiskum høpi. Eisini er Rasmus Hougaard Nielsen í útvarpsstovuni. Hann er granskingarhjálpari á Copenhagen Business School og formaður í felagsskapinum Gode Penge, ið arbeiðir fyri at seta fokus á vansar við verandi pengaskipan. Føroysk filmskvøld verða í sjónvarpinum í kvøld og í annaðkvøld. Vit fara at vísa stuttifilmar, sum allir eru framleiddir av føroyskum filmsfólki. Lóður hevur gjørt kanningina fyri Kringvarpið, og Heri á Rógvu, ið hevur ábyrgdina fyri greiningarfyritøkuni, sigur, at tað er ófatiliga stórur munur á lívsáskoðani frá Havn til Klaksvík Tað mest áhugaverda er tað, at tú fert um brúnna við Streymin, er tað eitt heilt annað land, tá tað snýr seg um virðir. Tað er ófatiliga stórur munur á bara við at flyta teg nakrar fáar kilometrar, sigur hann. Hesa ferð snýr seg kjakið um átrúnað í Føroyum, og kjakast verður um møguligar orsøkir til, hví norðoyingar og eysturoyingar sum heild eru meira trúgvandi enn aðra staðni í landinum. Kjaklimir eru Jákup Reinert Hansen, prestur og lektari í kirkjusøgu, Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur, og Rúni Rasmussen, stjórnmálafrøðingur. Sonja Jógvansdóttir, tingkvinna, hevur lagt uppskot til samtyktar fram, har tingið heitir á landsstýrið at fáa bygt 500 bústaðir afturat teimum, sum eru í gerð. Borgarstjórar hava víst á, at ein háttur at loysa bústaðartrupulleikan er at loyva kommunum at byggja íbúðir at leiga út, og landið eigur at skipa soleiðis fyri, at eisini kommunurnar kunnu byggja íbúðir, skrivar tingkvinnan í viðmerkingunum. Hon mælir eisini tinginum til at fáa mark sett fyri mestu leigu, so forðað verður fyri okursprísum, umframt at býlisstuðul skal fyrireikast. Sonja Jógvansdóttir skjýtur somuleiðis upp, at landsstýrið fyrireikar lógaruppskot, sum loyva kommunum at seta bústaðarskyldu á bústaðir, uppskot, sum loyva kommunum at leggja eyka gjald á bústaðir, sum ikki verða brúktir, og at landsstýrið eisini fyrireikar uppskot, sum loyva kommunum sjálvar at byggja íbúðir. Rætturin í Lyngby hevur dømt eina 42 ára gamla kvinnu í fongsul í trý ár og níggju mánaðir fyri millum annað at hava neyðtikið eitt barn. Kvinnan, sum er ættað úr Charlottenlund, játtaði seg seka í millum annað at hava roynt at neyðtikið, fyri at hava neyðtikið á annan hátt enn samlegu, fyri blygdanarskemd og fyri at gera upptøkur, liggja inni við og senda víðari barnapornografiskt tilfar sum alt hevur við eitt og sama barn, sum tá tað hendi í fjør var fýra ára gamalt. Tað skrivar rætturin í Lyngby. Ein føroyingur, ein 42 ára gamal maður, er eisini skuldsettur og situr varðhaldsfongslaður í málinum. Hann skal hava skundað undir kvinnuna at gera hesa upptøkur. Nú dómur er sagdur í hesum málinum, fer ákæruvaldið at skriva ákæruritið móti føroyinginum liðugt, og tá verður eisini støða tikin til, hvussu ákæran móti manninum skal orðast, sigur løgreglan í Norðursælandi. 5 heiðirslønir verða lætnar í popp rock flokkinum Ársins útgáva Ársins mannligi sangari Ársins kvinnuligi sangari Ársins sangur Ársins bólkur einstaklingur Ætlanin er partur av størri ætlan um eisini at friða fjøruna, frá virkinum hjá Bakkafrosti inn til Hvalsrætt, sum er longri inn á Glyvrum. Norðlýsið skrivar, at valfelagið hjá Sambandsflokkinum í Eysturoynni, Samhald, hevur innstillað Helga Abrahamsen til næstformannsvalið ímóti verandi næstformanni, Magna Laksáfoss. Vantandi samstarv millum formannin og næstformannin í flokkinum, er orsøkin til at vit vilja hava ein nýggjan næstformann, sigur Hans Kristian A. Abrahamsen, formaðurin í Samhald við Norðlýsið. Allir fólkaskúlar skulu hava morgunsang. Tað heldur Jógvan á Lakjuni, tingmaður fyri Fólkaflokkin, sum hevur lagt uppskot fyri tingið um, at broyta grein fimm í fólkaskúlalógini, so har skal standa, at Allar vanligar skúladagar er álagt øllum fólkaskúlum at hava morgunsang. Tíverri vísir tað seg, at ungfólk nú á døgum ikki hava so lætt við til dømis at syngja vanligar føroyskar fosturlandssangir. Her er farin ein broyting fram til tað verra, og ein orsøk er ivaleyst, at ov lítið verður gjørt við hetta í skúlunum, samstundis sum minni verður sungið heima, sigur Jógvan á Lakuni í viðmerkingum til uppskotið. Chung Eui yong, ið er trygdarráðgevi hjá stjórnini í Suður Korea, segði soleiðis á tíðundafundi, eftir at hann hevði handað Trump forseta brævið frá leiðaranum í Norður Korea Tað ger kommunan greitt í hoyringarsvari, nú landsstýriskvinnan í umhvørvismálum ætlar at broyta elveitingarlógina, soleiðis at SEV fær heimild at differentiera el prísirnar. Sambært lógaruppskotinum skal SEV selja streym til góðkendar hitapumpur og elbilar við avsláttri, sum kann vera 40 oyru fyri hvønn kilowatt tíma, umframt meirvirðisgjald. Tórshavnar Kommuna tekur undir við hesum, men vil hava landsstýriskvinnuna at breiðka heimildina, so SEV eisini kann selja Fjarhitafelagnum bíligan streym. Í fjør samtykti løgtingið, at tey sum keypa ein el bil áðrenn 1.januar 2019, skulu fáa upp til 70.000 krónur av meirvirðisgjaldinum endurgoldið. Tað skal fáa fleiri at keypa elbilar, heldur enn bensin ella dieselbilar. Miðflokkurin ger nú eina roynd at broyta lógina, soleiðis at hon eisini skal eggja fólki til at keypa sær hybrid bilar og sonevndar hybrid plug in bilar. Miðflokkurin vísir á, at vaksandi eftirspurningur er eftir hybridbilum. Sambært sølutølunum hjá Reyni Service, sum selir flestar hybridbilar, var stívliga triði hvør nýggi bilur frá teimum í fjør ein hybridbilur. Tað gongur útyvir trygdina og komfortið hjá føroyingum. Við at strika skrásetingargjaldið í stigum yvir fimm ár, fara føroyingar við lágum og miðal inntøkum at hava møguleika at keypa sær bil, sum bert hálønt vanliga hava ráð at keypa í dag. Við ferðslutrygd fyri eyga er rætt at lóggeva, so at fólk, eisini tey við lágum og miðal inntøkum, hava umstøður at útvega sær ein góðan bil, sigur Miðflokkurin. Skrásetingargjaldið er í dag ein stórur partur av kostnaðinum fyri ein nýggjan bil. Í fjør fekk landskassin 160 milliónir krónur í inntøku frá skrásetingargjøldum á bilar. Við at strika skrásetingargjaldið missir landskassin hesar inntøkur. Men tó roknar Miðflokkurin við, at landskassin fer at fáa nakað meira inn í meirvirðisgjaldi. Samstarvið millum formannin og næstformannin í Sambandsflokkinum hevur ikki verið nóg gott, og tí vil valfelagið hjá Sambandsflokkinum í Eysturoynni, Samhald, hava nýggjan næstformann. Samhald hevur skotið Helga Abrahamsen, tingmann, upp sum valevni til sessin sum næstformaður ímóti Magna Laksáfoss, sum í løtuni er næstformaður í Sambandsflokkinum. Hans Kristian Abrhamsen er beiggi Helga Abrahamsen, men Hans Kristian Abrahamsen sigur, at tað ikki var hann, ið skjeyt beiggja sín upp, sum valevni til næstformansessin. At varðveita mentanararv okkara er ein av høvuðsuppgávunum hjá fólkaskúlanum. Í fólkaskúlalógini stendur, at skúlin í sátt og samvinnu við foreldrini skal hjálpa til at geva næmingunum eina kristna og siðalagsliga uppaling. Ein partur av mentanararvinum er morgunsangurin og tað er hesin morgunsangur, sum Jógvan á Lakjuni løgtingslimur fyri Fólkaflokkin, er bangin fyri, er á veg út úr fólkaskúlanum. Tí hevur Jógvan á Lakjuni lagt fram uppskot til góðkenningar fyri Løgtingi, um at fáa inn í fólkaskúlalógina, at morgunsangur skal vera hvønn gerandismorgun í fólkaskúlanum. Tað hevur við sær, at fólk í nógv størri mun skula hava atgongd til egin data og kunna brúka tey sjálvi. Eisini menningin á íleguøkinum gongur við fullari ferð. Valfelagið Samhald hevur skotið Helga Abrahamsen upp sum næstformann í Sambandsflokkinum, men Magni Laksáfoss, sum er næstformaður, ætlar at stríðast fyri at varveita sessin. Økið kring Leynavatn er ein náttúruperla, og friðað á hægsta stigi. Hetta hevur stóran týdning fyri allar føroyingar, útlendingar eins og komandi ættarlið, stendur í skrivinum. Felagið heldur, at virksemið hjá KOKS fer at taka grundarlagi undan fiskingini á Leynavatni, tí veiðifólk ikki fara at keypa veiðiloyvi undir slíkum órógvandi umstøðum. Tað tykist okkum ófatiligt, at alt hetta nú skal brótast niður fyri løtuvinning hjá einstøkum felagi, ið enntá livir av ferðavinnuni, skrivar Føroya sílaveiðifelag. Føroya sílaveiðifelag er eitt non profit felag, ið fær 90 av inntøkum frá sølu av fiskikortum til Leynavatn, har felagið hevur havt virksemi síðani 1966. Kemur KOKS á staðið verður tískil eksistensurin hjá felagnum burtur og verða vit noyddir at gevast. So einfalt er tað, skrivar Føroya sílaveiðifelag. Oldurabbin Johan Mikal Mikkelsen vildi hava hvørjumfalsformin fyri bygdarnavnið Vági til eftirnavn, men presturin bronglaði tað til Weyhe eftir Weihe, sum fanst norðanfjørðs. Eivind tók realprógv í Vági og studentsprógv í Havn. Var lærari í Sumba í tvey ár. Í realskúlanum fekk hann áhuga fyri føroyskum og norrønum. Fyri 100 árum síðan varð fyrsta kvinnan vald á einum demokratiskum vali í Føroyum, tá ið Jóhanna Mortensen varð vald í Froðbiar sóknarstýri. Forkvinnan í Demokratia, Marna Jacobsen, tosar um Jóhonnu og stríðið fyri at fáa kvinnur í politikk. Gentur rokka er ein altjóða felagsskapur, sum arbeiðir við at stimbra og stuðla gentum til at standa fram. Sangarin og sangskrivarin Guðrið Hansdóttir tosar um rokkandi gentur og kvinnustríð. Guðrið spælir okkum eisini eitt lag í Nón. Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í javnstøðumálum, hevur lagt fram ítøkiligar ætlanir fyri at fáa javnstøðu millum kynini í Føroyum. Og í Eygleiðingini í dag er somuleiðis kvinnustríð á skránni. Siri Tórgarð, integratiónssamskipari, og Helgi Rasmussen, sálarfrøðingur, fara millum annað at viðgera, hvørjar størstu javnstøðuavbjóðingarnar eru í dag. Men alt er ikki um kvinnur og kvinnudagin. Í síðstu viku var árliga aliráðstevnan hildin. Í sendingini taka vit samanum og tosa um støðuna og avbjóðingar hjá alivinnuni. Eisini seta vit spurningin, um alivinnan í veruleikan hevur so stóran búðskaparligan týdning, sum man skuldi hildið. Tá skipið varð keypt í 2012, vóru tangar í skipinum, og gjørt var av at fara undir royndir at gera súrløgu, so alt kundi takast við til lands. Royndirnar hava kostað felagnum góðar átta milliónir krónur, sum er væl meir enn upprunaliga mett. Kortini vil reiðarin ikki siga, at talan er um eina ov stóra íløgu til teirra virksemi. Sunnudagin ber til at síggja Øssur Debes Eiriksfoss á amerikansku sjónvarpsrásini NBC, har hann kappast í eini heilt serligari útgávu av American Ninja Warrior. Tað var í 2016, at føroyski ítróttarmaðurin var at síggja á føroyska liðnum Team Søpapagøjerne í Danmarks Ninja Warrior. Føroyska liðið kláraði seg so mikið væl, at tey vunnu ta kappingina. Stutt aftan á setti framleiðarin av American Ninja Warrior seg í samband við meg og spurdi, um eg vildi koma yvir til Las Vegas og vera við á Team Europe, fortelur Øssur Debes Eiriksfoss. Av tí at sendingin ikki verður víst fyrr enn sunnudagin, kann Øssur Debes Eiriksfoss ikki siga nakað um, hvussu tað gekst sær í kappingini, men hann sigur, at amerikansku framleiðararnir vóru rættiliga áhugaðir í føroysku luttøkuni. Eitt amerikanskt filmslið var í Føroyum í summar, og tey gjørdu upptøkur millum annað við Gjógv, í Kirkjubø og í Gásadali, sigur Øssur Debes Eiriksfoss. Hóast talan enn er um smáar nøgdir av súrløgu sum fáast frá fiskinum í Barentshavinum, so er tað eitt stig rætta vegin, at Akraberg er farin undir at gera súrløgu umborð, heldur enn at tveita høvd og garnar aftur í havið. Talan er um eina vøru sum lítið ella einki fæst burturúr í mun til íløguna, men Havsbrún hevur bygt út, so virkið kann taka ímóti súrløguni. Tað sigur Odd Eliasen, stjóri, sum kortini viðgongur, at virkið neyvan hevði gjørt íløguna, um ikki Akraberg gekk á odda og fór at gera súrløgu umborð. Havsbrún kann taka ímóti 800.000 tonsum um árið, og hóast øll skipini í Barentshavinum tóku alt við til lands, so var bert talan um eini 6.000 tons tilsamans. So tað sum fæst burturúr fiskinum afturat, hevði bert verið ein viðfáningur afturat hjá Havsbrún. Men hugskotið og stigið, sum reiðaríið hjá Akraberg hevur tikið, er eitt stórt framstig, og Havsbrún ætlar avgjørt at vera við, um fleiri stig vera tikin á tí økinum, sigur Odd Eliasen. Hann væntar kortini ikki at Havsbrún fer at fáa nakað burturúr tí virkseminum, men vil vera við fyri at stuðla øllum framstigum, sigur stjórin. Rætturin í Leniskii landspartinum í Murmansk hevur dømt skiparan á russiska trolaranum, Kaptain Sulimov, 4 ár og 6 mánaðar fongsul í sambandi við hendingina umborð á trolaranum, tá fýra av manningini doyðu av koliltueitran. Trolarin var staddur norðanfyri, í altjóða sjógvi, tá menninir doyðu, og nærmasta land var Føroyar, og tí kom trolarin inn á Sund. Tað var í juli í fjør, at manningin varnaðist eld í rúminum, har pakningur varð goymdur. Fýra av monnunum løgdu á at sløkkja eldin, men høvdu onga masku, og teir doyðu stutt eftir av koliltueitran. Skiparin, Igor Postelnjak, er dømdur at verða 4 ár og 6 mánaðir í fangalegu, og sum eyka revsing kann hann ikki átaka sær ávísar uppgávur fyrr enn 3 ár eftir at hann er leyslatin. Skiparin varð í fyrstu atløgu skuldsettur fyri ikki at hava hildið ásetingarnar um verju av manningini, men seinni broytti russiska ákæruvaldið skuldsetingina til, at hann hevur brotið brunatrygdarreglurnar. Niels Erik Nymark Jensen, táverðandi chefpolitiinspektørur, tosaði við tíðindini á middegi. Tú kanst hoyra samrøðuna í brotinum omanfyri. Koks fær loyvi at taka niður eitt gamalt seyðahús við síðuna av søguliga húsinum Frammi við Gjónna, byggja eitt nýtt hús til køkin, og síðani lata bóndanum tað aftur til sítt virksemi. Henrik Møller er formaður í Yvirfriðingarnevndini, og hann sigur, at nevndin hevur góðkent, at KOKS setur upp hús Frammi við Gjónna. Koks hevur fingið loyvi at hava sítt matstovu virksemi í friðu húsunum í friðaða økinum Frammi við Gjónna í eitt ár og matstovan skal sambært Henriki Møller ikki rokna við at fáa loyvið longt. Í loyvinum til Koks liggur, at ein bygningur við síðuna av húsinum fram við Gjónna verður tikin niður, og ein nýggjur bygningur settur upp í staðin. Har skal køkurin hjá Koks halda til. Sílaveiðifelagið vísir á, at ætlanin hjá Koks hevur við sær nógva ferðing aftur og fram á økinum og tað gongur út yvir náttúruna og vil eisini oyðileggja virksemið hjá sílaveiðifelagnum. Yvirfriðingarnevndin hevur lurtað eftir hesum atfinningum, og ein treyt í loyvinum til Koks er, at ferðslan á økinum ikki má broyta ella oyðileggja náttúruna, sigur Henrik Møller. Í síðstu viku vann Trygvi Danielsen eisini nevndur Silvurdrongurin Geytan fyri filmin 111 góðir dagar. Vit bóru eygað við silvurdrongin, meðan hann bíðaði eftir bussinum á Argjahamri, til eitt prát um millum annað heimbýin, hann elskar. Spyrt tú børnini, so hava tey avgjørt eina hugsan um, hvørt vaksin skulu hava nakar reglur at fylgja, tá tað snýr seg um skermnýtslu heima. Vit hava hugt at einari amerikanskari kanning og spyrja Kjartan og Leu í 7. flokki, hvat tey halda um hesa kanning. Tróndur Vatnhamar og Sigfríður Clementsen, viðmerkjari, taka pulsin av føroyskum fótbólti, nú fyrsta umfarið í fremstu deildini hjá monnum verður skotið í gongd komandi sunnudag. Aðalfundurin í felagnum hevur nú broytt viðtøkurnar, soleiðis at endamálið við Varðanum ikki longur bara er fiskivinna og ídnaður, men eisini at eiga fasta ogn, at leiga út og hava aðra vinnu í hesum sambandi. Kringvarpið hevur roynt at fingið samrøðu við Jákup Jacobsen, stjóra í Varðanum um teirra ætlanir á fastognarmarknaðinum, men tað hevur ikki eydnast okkum. Sílaveiðufelagið hevur í skrivi til Tórshavnar kommunu gjørt vart við sína ónøgd í samband við ætlanirnar hjá KOKS at flyta matstovu sína í húsini hjá Betri við Leynavatn. Hans Joensen er formaður í Sílaveiðufelagnum, og hann sigur, at ætlanirnar hótta grundarlagið undir Sílaveiðifelagnum, tí Leynavatn er grundarlagið undir 90 prosentum av inntøkunum hjá felagnum. Tað er í vanda fyri at detta burtur nú. Fyrsta innslag er um Filmsgrunnin, sum hevur latið stuðul til tveir stýrislimir úr sama grunni eingin trupulleiki, tí tveir ráðgevar tryggja armslongdina. Tí verða samráðingar um sáttmálan, og bera tær ikki á mál í seinasta lagi 1. januar 2019, verður Hoyvíkssáttmálin sagdur upp, tí uppsagnarfreistin er seks ár. Nýggja fiskivinnulóggávan ger, at Hoyvíkssáttmálin má broytast, tí frá 1. januar í 2025, kunnu íslendingar ikki longur eiga í føroysku fiskivinnuni. Hóast Hoyvíkssáttmálin ikki hevur virkað til fyrimuns fyri Føroyar, so heldur Poul Michelsen, at íslendingar og føroyingar eiga at hava eina avtalu. Nú vera so samráðingar um Hoyvíkssáttmálan, og so fer tíðin at vísa, hvat kemur burturúr, sigur Poul Michelsen, sum ikki vil gera støðuna upp, áðrenn samráðingarnar eru byrjaðar. Frá hann var 12 ára gamal gekk Magnus Jacobsen til klaver hjá Rigmor Restorff Rasmussen. Tað førdi so til, at tann 26 ár eldri Erling Isholm fimm ár seinni bað tann tá 17 ára gamla Magnus verða við í Dansiorkestrinum í Tórshøll. Dansiorkestrið varð húsorkestur í Tórshøll í 4 og eitt hálvt ár, tað vil siga bólkurin spældi har fast tvey kvøld um vikuna, og repertoirið fevndi um vals, two step, tango, rhumba og so framvegis. Hoyr 87 ára gamla tónleikaran, tann einasta, sum livir eftir av manningini í Dansiorkstrinum, greiða frá um gamlar dagar. Hann er sera fyrikomandi maður og ikki bleikur fyri at tríva í onkran slagara frá gomlum døgum á klaverið ella rættari flyglið sum prýðir stovuna í hugnaliga heiminum uppi undir Kerjum í Havn Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum, og Dánjal Højgaard, ið er løgfrøðingur og ráðgevi hjá Starvsmannafelagið, kappast móti Ben Arabo, stjóra í Betri, og Rúnar Reistrup, stjóra í Hey. Tú kanst hoyra sendingina her Meðan Føroyar eru millum tíggju tey bestu londini í OECD felagsskapinum á flestu økjum, darla vit afturi á 28. plássi á útbúgvingarøkinum. Hóast yvirfriðingarnevndin hevur givið Koks loyv at hava matstovuvirksemi Frammi við Gjónna, hevur Tórshavnar kommuna ikki tikið endaliga støðu. Marin Katrina Frýdal, forkvinna í byggi og býarskipanarnevndini, sum var gestur í Degi og Viku í kvøld, sigur, at fundur verður aftur um málið í næstu viku, tá staðbundna nevndin hevur sagt sína hugsan. Hans Joensen, formaður í Sílaveiðifelagnum, sigur, at sleppur Koks at nýta økið við Leynarvatn, fer tað at forkoma Sílaveiðifelagnum. Fíggjarmálaráðið sigur í viðmerkingunum til lógaruppskotið, at endamálið er at tryggja greiðar reglur fyri alment sett starvsfólk í sambandi við fráboðanir um óreglusemi og annað í fyrisitingini. Fólk, sum hava okkurt óregluligt at boða frá, kunnu gera tað navngivið ella ónavngivið Av tí at varskógvaraskipanin skal taka ímóti fráboðanum um óreglusemi í almennari fyrisiting, metir landsstýrið, at tað skal vera landsstýrisfólkið í fíggjarmálum, sum varðar av henni. Tó skal skipanin sjálv umsitast av Landsgrannskoðanini, sum eisini skal hava eina atgongd til upplýsingarnar, sum varskógvað verður um, stendur í viðmerkingunum til uppskotið, sum nú er sent til hoyringar. Varskógvaraskipanir eru kendar frá øðrum geirum. Tildømis hava peningastovnarnir eina skipan, har starvsfólk annaðhvørt kunnu boða frá illgruna um óreglusemi beinleiðis til Fíggjareftirlitið ella til ein innanhýsis regluvørð, sum so skal handfara fráboðanina eftir nærri reglum. Bankafólk kunnu boða frá dulnevnt. Og uttanlands seta alsamt fleiri fyritøkur og stovnar í verk varskógvaraskipanir, eins og fleiri lond eitt nú Noreg hava sett í verk varskógvaraskipan fyri starvsfólk, ið starvast hjá tí almenna. Eg havi sagt hvat eg fari at brúka næstformanssessin til og fari ikki at gera ov nógv burtur úr møguligum innanflokka ósemjum, sigur nýggi næstformaðurin í Sambandsflokkinum, Helgi Abrahamsen. Tvey valevni vóru til næstformanssessin. Fyrrverandi næstformaðurin, Magni LAksafoss, stillaði uppaftur og mótvalevni var Helgi Abrahamsen, sum vann við atkvøðubýtinum 24 18 Gíslatakarin var fyrrverandi hermaður, sum hevur verið innlagdur á røktarheiminum, Pathway Home, sum hjálpir fyrrverandi hermonnum við álvarsligum sálarligum krígsárinum. Menn fáa í miðal 9 prosent meir í løn enn kvinnur í Frakland, hóast tað fyri 45 árum síðani kom í gildi lóg um líka løn fyri líka arbeiði. Tað er ørt, at hetta er ásett við lóg og at javnstøðan ikki virkar í gerandisdegnum. Okkara mál er at fara frá fínum orðum til veruliga og fullkomna javnstøðu, segði franski forsætisráðharrin, Edouard Philippe, við BBC. Sambært ætlanunum, fer franski staturin at strika tær fyritøkur, sum ikki hava megnað at taka burtur munin á løn til kvinnur og menn. Fyritøkur, sum hava meira enn 50 starvsfólk, skulu seta serliga talgilda lønarskipan í verk. Við hjálp frá tøknini, ber so til at hava eftirlit við, um munur verður á lønini til kvinnur og menn. Signhild Joensen úr Ægir megnaði í gjár at vinna sær altjóða heiðursmerki í svimjing, tá ið hon á stevnuni Citt di Milano í Milano vann silvur í 200 metra ryggsvimjing, við tíðini 2 15.66. Franska Carille Gheorghiu vann gull við 2 13.76 og italienska Martina Cenci bronsu við 2 15.92. Hendan tíðin hjá Signhild er aðru ferð í gjár at hon staðfestir støði til Evropameistarastevnuna á stuttgeil 2018, sum verður í Glasgow í august, aftaná at hon í innleiðandi riðlunum gjáramorgun svam triðbestu tíð av øllum, 2 16.29. Nýggja kinesiska eftirlitsnevndin hevur rætt til at kanna og revsa allar kinesarar, sum eru í starvi hjá tí almenna, uttan at málið kemur fyri rættin. Nærum 1,3 miljónir flokslimir í kommunistaflokkinum eru revsaðir síðani Xi Jinping setti átakið í verk í 2013. Átakið hevur fingið góða móttøku, tí kinesarar hava leingi verið argir um víðfevnda mutrið. Men Xi nýtir eisini átakið til at sleppa av við politisk mótstøðufólk, og nú átakið verður hert, mugu tey, sum eru politiskt ósamd við Xi, halda lágan profil. Nærmasti sameindi hjá Xi, Wang Qishan, hevur staðið á odda fyri átakinum. Ætlanin var, at Wang skuldi pensjonerast eftir fólkakongressina, men hann er í staðin valdur til varaforseta. Skipanin ger altso sítt fyri at tryggja valdið hjá Xi Jinping. Og miðvísi Wang Qishan er júst kendur fyri sítt fullkomna trúfesti. Hvussu kann hann longu vera farin víðari spyr ein eks dama. Eg kenni meg púra deyða fyri manninum, hann sær meg als ikki. Soleiðis sigur ein onnur, meðan ein maður spyr, hvussu tey kunnu hjálpa einum familjulimi, sum hevur tørv á hjálp, men ikki vil viðganga tað sjálvur. Soleiðis ljóða brot úr dagsins Also spurningunum. Helgi Abrahamsen er nýggjur næstformaður í sambandsflokkinum. Tað var greitt eftir atkvøðugreiðslu á landsfundi sambandsfloksins í morgun. Úrslitið er ein beinleiðis avleiðing av clearingaravtaluni, sum hann gjørdi við Kristin Michelsen í desember, sigur Magni Laksáfoss. Magni Laksáfoss hevði kortini ikki borið seg øðrvísi at, um hann fekk møguleikan. Talan var tó um dýrastu clearingsavtalan, sum nakrantíð er gjørd í tinginum, sigur hann. Skal Suðuroynni vera lív lagað, er ein tunnil til miðstaðarøkið av avgerandi týdningi. Oyggin er ov lítil til at nøkta tørvin á størvum og mentanartilboðum. Tað sigur Hans Pauli Strøm, samfelagsfrøðingur, sum starvast á Hagstovuni. Í fjør blivu bara 40 børn fødd í Suðuroynni. Hetta er tað lægsta í fleiri áratíggju síðan miðskeiðis í 1970 unum. Talið á kvinnum í aldrinum 25 til 35 ár í Suðuroynni er lutfalsliga lægri enn aðrastaðni í landinum. Kommunurnar í Suðuroynni arbeiða í løtuni við uppskotum til átøk, sum kunnu venda gongdini við minkandi fólkatalinum í oynni. Uppskotini skulu leggjast fyri landsstýrið á fundi í apríl. Postsøga er eitt frítíðarítriv, sum er væl betur umtókt enn flestu fólk geva sær far um. Tað er eitt ítriv, sum fólk við áhuga fyri samskiftismenningini ella søgu sum heild, eru sera upptikin av. Milliónir av fólki kring knøttin kunnu við hesum ítrivi ferðast gjøgnum søguna . Hetta skrivar frímerkjadeildin hjá Posta í tíðindaskrivi. Hetta serstaka savn hevur Geoffrey Noer úr Kalifornia, sum eitt skifti búði í Føroyum og gjørdist føroyavinur, savnað. Savnið er mett til at hava eitt virði á 5 milliónir krónur og verður selt á uppboðssølu í Wiesbaden í Týsklandi. Við í savninum hjá Noer er elsta bræv sent úr Føroyum, elsta bræv sent innanoyggja í Føroyum og elsta bræv sent til Føroya. Savnið skjalprógvar eisini hvussu føroysk posthús fóru at prenta yvir frímerki, tá frímerkjatrot var og hvussu postsambandið var undir øðrum heimsbardaga. Savnið hjá Geoffrey Noer hevur vunnið størstu atljóða virðislønir í framsýningum og kappingum. Heinrich Koehler hevur eisini givið út bók um hetta serstaka savn. Tað vóru genturnar Bjørt Nielsen, Signa Hansen og Rakul Skaalum, ið myndaðu bólkin Faroe Sea Beauty frá Miðnámi á Kambsdali, sum vunnu FM heitið í Ungum Virki 2018. Hetta skrivar Glasir í tíðindaskrivi. Ein partur av vinninginum var ein ferð til Keypmannahavnar, har tær fara at umboða Føroyar til Danmarksmeistarakappingina, sum verður tann 18. apríl. Tilsamans luttóku níggju bólkar í kappingini, og høvdu tey øll sera áhugaverd virkishugskot, sum tey hava arbeitt við, síðani byrjanina av skúlaárinum 2017 2018. Bólkur nummar tvey var Laksalux frá Miðnámi á Kambsdali, sum framleiðir heilsugóðar matvørur úr føroyskum laksi og gagnnýtir rávøru, ið annars verður beind burtur. Nummar trý bleiv Apatit frá Tekniska Skúla í Klaksvík, sum hevði ment eina serliga skipan til at dyrka plantur og grønmeti, sum annars ikki kunnu vaksa í Føroyum. Ungt Virki arbeiðir støðugt við at menna undirvísing í íverksetan og at seta fokus á skapanarevnini og eldhugan hjá teimum ungu í Føroyum. Tey ungu fáa møguleika at royna seg sum sjálvstøðug vinnurekandi, har tey læra at fremja hugskot í verki, loysa trupulleikar og síggja møguleikar. Soleiðis menna tey bæði fakligar, persónligar og sosialar førleikar, ið tey koma at brúka seinni í lívinum, sum íverksetar, leiðarar ella starvsfólk, stendur at lesa í tíðindaskrivinum. Róðrargrunnur Føroya varð stovnaður 15. august í 1970, tí róðrarfólk kring landið vildu styðja upp undir kappróðurin sum tjóðarítrótt føroyinga. Í grein 3 í viðtøkunum stendur Rætt til studning úr grunninum hava øll føroysk róðrarfeløg við teirri ætlan at gera nýggjan róðrarbát, róðrarhús og róðrarhyl. Haraftrat stendur í viðtøkunum, at studningur eisini kann latast til skúlaróður og til útgávu av einari føroyskari róðrarsøgu. Sambært viðtøkunum skulu seks limir stjórna Róðrargrunni Føroya. Hesar limir skuldu Føroya landsstýri, Ítróttasamband Føroya, Føroya Lærarafelag, Føroya Sjómansskúli, Føroya Blaðmannafelag og Kvinnufelagið upprunaliga tilnevna. Føroya Sjómansskúli er í dag Vinnuháskúlin, og Føroya Blaðmannafelag er Føroysk Miðlafólk. Í Ítróttasambandi Føroya varðar Róðrarsamband Føroya av kappróðrinum. Nevndu feløg og stovnar hava tilnevnt hvør sín lim í nýggja stýrið, sum hevði sín fyrsta fund í Tinganesi 14. februar. Har skipaði stýrið seg soleiðis Sigga Vang, forkvinna, Vinnuháskúlin, Jan Herman Hansen, næstformaður, Róðrarsamband Føroya, Flóvin Eidesgaard, kassameistari, Føroya landsstýri, Jacob Eli Olsen, skrivari, Føroya Lærarafelag, Anna Rein, Kvinnufelagið, Uni Arge, Føroysk Miðlafólk. Tey, sum framførdu, vóru Mattias Kapnas Lea Kampmann Eyðun Nolsøe Alda Magna Son of Fortune Tarira Ólavur á Váli Asyllex FRUM MOMO Vinnararnir á FMA 2018 vóru hesir Popp rokk flokkur Ársins sangari Bjarki Hansen Ársins sangarinna Kristina Bærendsen Ársins útgáva Lán mær eitt oyra Swangah Ársins sangur Frosthvarv Hamferð Ársins bólkur einstaklingur Lea Kampmann Opin flokkur Ársins sangari einleikari Mattias Kapnas Ársins bólkur kór Alda Magna Ársins útgáva konsert Gangi eg um heiðar, fjøll og dalar Ingálvur av Reyni Ársins kompositión Autumn Sunleif Rasmussen Virðislønir tvørtur um flokkarnar Ársins nýggja navn Silvurdrongur Ársins videolag Heiðrik Monster leikstjóri Heiðrikur á Heygum Ársins húsi Kapnas spælir Blak Sámal Blak og Uni Árting Ársins tekstur Útgávan Lán mær eitt oyra eftir Swangah Áhoyraravirðislønin Asyllex Ársins framleiðari Hans Poulsen Ársins átak Gittarting 2017 Ársins tónleikaheiður Milson Zachariasen Árligi Granskingardagurin á Landssjúkrahúsinum verður 24. mai, har Landssjúkrahúsið vísur á gransking og granskingarúrslit, sum antin verður gjørd á Landssjúkrahúsinum ella framd av persónum við tilknýti til Landssjúkrahúsið. Ætlanin er at vísa á so nógvar granskingarverkætlanir sum gjørligt, bæði tað sum er í gongd, umframt tað sum er ávegis, skrivar landssjúkrahúsið. Tað vóru genturnar Bjørt Nielsen, Signa Hansen og Rakul Skaalum, ið myndaðu bólkin Faroe Sea Beauty frá Miðnámi á Kambsdali, sum vunnu FM heitið í Ungum Virki 2018. Tað stendur at lesa í tíðindaskrivi frá Ungum Virki. Vinningurin var ein kekkur á krónur 5.000 frá Betri og ein ferð við uppihaldi í Keypmannahavn, har tær fara at umboða Føroyar til DM tann 18. apríl. Bólkur nummar tvey var Laksalux frá Miðnámi á Kambsdali, sum framleiðir heilsugóðar matvørur úr føroyskum laksi og gagnnýtir rávøru, ið annars verður beind burtur. Nummar trý gjørdist Apatit frá Tekniska Skúla í Klaksvík, sum hevði ment eina serliga skipan til at dyrka plantur og grønmeti, sum annars ikki kunnu vaksa í Føroyum. Tilsamans luttóku níggju bólkar í kappingini, og høvdu tey øll sera áhugaverd virkishugskot, sum tey hava arbeitt við, síðani byrjanina av skúlaárinum 2017 2018. Í dómsnevndini sótu Hilmar Sam Lamhauge og Liljan Djurhuus frá Betri, Rói B. Poulsen frá Hey, Dánjal Samuelsen frá KT húsinum, Sóley Hammer frá Íverksetarahúsinum og Durita Samuelsen frá Hugskotinum. Regin W. Dalsgaard Býlings og marknaðarstjóri í SMS var høvuðsdómari. Unga Tjóðveldið hevði landsfund í gjár 10. Mars í hølunum hjá Starvsmannafelagnum. Skráin bjóðaði til dømis upp á framløgu frá stjóranum í Arbeiðseftirlitinum, Leivi Persson, ið greiddi frá um ung og arbeiðsrættindi. Elsa Berg, ið hevur verið forkvinna í felagnum seinastu 2 árini, legði frá sær, og var Hervør Pálsdóttir vald, sum nýggj forkvinna. Í nýggju nevndini eru vald Tráin Petursson Nónklett, Brandar Heðinsson, Petur Pauli á Høvdanum, Magnus Heinason Eysturoy, Sára Sondum og Óli Køtlum. Lars Løkke Rasmussen vil ikki blanda seg í føroyska tingarbeiðið, men av egnum royndum heldur hann eina minnilutasamgongu vera nakað, sum tvingar tingfólk at arbeiða semjusøkjandi. Sálmarnir, ið sungnir verða eru, fyri prædiku, nummar 323 O Kristni tú alt. Nummar 238 Kom Halgi andi okkum lær. Nummar 241 Kom tú Guds heilagi, skapandi andi. Og eftir prædiku. Nummar 413 O, Harra Krist ver tú hjá mær. Nummar 333 Frið, sum troyst í sakni ber. Marjun Lókamlett prestur prædikar, Bjarni Ziska Dahl er deknur, við orglið situr Jóhanna Johannesen, og klokkari er Ólavur Samson. Tøkningur í kirkjuni er Brandur Petersen Eisini luttekur Andras Sólstein, hornspælari. Úrslitið av valinum er longu avgjørt, tí talið av valevnum svarar til tey 612 plássini í tjóðartinginum. Tað skrivar danska kringvarpið. 57 ára gamli Miguel Diez Canel, sum í løtuni er fyrsti varaforseti, verður væntandi forseti, og sambært AFP fer hann helst at bera politisku hugsjónina hjá Castro brøðrunum víðari. Tann Kommunistiski flokkurin er eisini einasti loyvdi politiski flokkurin í Kuba. Soleiðis hevur tað verið, síðani Fidel Castro gjørdist forseti fyri gott 60 árum síðani. KNI er eitt alment partafelag, sum rekur bæði heilsølu og gerandisvøruhandlar í Grønlandi, umframt oljusølu umvegis almenna partafelagið Polar oil. Niels Thomsen, sum hevur verið nevndarformaður, legði frá sær í vikuni. Orsøkin skal vera, at hann fer at brúka sína arbeiðsorku aðrastaðni. Høgni Hansen verður nevndarformaður til nevndin skipar seg av nýggjum mikudagin. Hann kann ikki siga nú, um hann heldur fram sum formaður eftir tann fundin. KNI er tann gamli kongaligi einahandilin í Grønlandi. Royal Arctic Line, Air Greenland, Royal Greenland og grønlendska postverkið hava fyrr verið partur av fyritøkuni. Høgni Hansen kom upp í nevndina hjá størstu grønlendsku handilsfyritøkuni í 2014. Hann er eisini stjóri hjá heilsøluni Poul Hansen. Tað heldur Bertel Haarder úr danska Vinstraflokkinum, sum mælir til eitt meira javnsett samstarv millum Danmark, Grønland og Føroyar í ríkisfelagskapinum. Alt ov nógvir danir eru ikki egnaðir at vera í einum ríkisfelagsskapi, og tað nívir meg. Og eg má mótmæla, tá vantandi vitanin flytur heilt inn í fólkatingið, skrivar hann í fororðunum til eina grønlendska kjakbók um ríkisfelagsskapin, sambært Sermitsiaq . Hann heldur, at londini í ríkisfelagsskapinum eiga at skriva eina felags yvirlýsing, sum ger greitt, at trý lond hava sjálvboðin valt at loysa nakrar uppgávur saman í einum felagskapi. HOYR SJÚRÐ SKAALE, FÓLKATINGSMANN FYRI JAVNAÐARFLOKKIN, GERA VIÐMERKINGAR TIL SJÓNARMIÐINI HJÁ BERTEL HARDER, FÓLKATINGSMANNI FYRI VINSTRA. Óli Mortensen og Alvi Hjelm kappast í hesum døgum við liðfeløgum sínum úr Hovedstadens svømmeklub í Katalonia, har kappingin Trofeu CN Sabadell verður hildin. Eftir finalurnar í gjár gjørdist tað greitt, at teir báðir vunnu hvør sítt heiðursmerki í ávíkavist 1500 metrar frí og 200 blandað. Óli vann silvurheiðursmerki við tíðini 15 44.11 í 1500 metrar frísvimjing, og hetta er undir kravtíðina til EM 2018 í Glasgow, har Óli sostatt verður at síggja í hylinum aftur. Hetta er triðbesta tíðin hjá Óla á hesum teininum. Besta tíðin er 15 37.77, sum hann svam til HM í Budapest í fjørsummar. Alvi Hjelm vann bronuheiðursmerki við tíðini 2 08.89 í 200 metrar blandað. Hetta er næstbesta avrikið hjá Alva higartil. Hansara besta tíð á hesum teininum er 2 08.13, sum hann svam til Danish Open 2016. Tað gongur sostatt alvorliga rætta vegin hjá teimum báðum, nú teir longu í mars svimja niður ímóti hesum bestu tíðum hjá sær, sum annars typiskt verða settar á HM ella avgerandi úttøkustevnu, skrivar svimjing.com. Hjá pinkum gjørdist Svalan, Støkk vinnari av seinnu kappingini. Svalan vann eisini fyrru steypakappingina, og harvið er liðið steypavinnari. Hjá smágentum vann Viólin, Støkk seinnu steypakappingina. Fenja hjá Havnar Fimleikafelag vann fyrru steypakappingina, og tá stigini vórðu løgd saman, gjørdist tað eisini greitt, at Fenja varð steypavinnari. Føroyingar hava upp gjøgnum tíðirnar duga sera væl at laga grindadrápið til við spontanum og onkuntíð klombrutum loysnum, sum kortini hava gjørt tað møguligt at hildið fram við grindadrápinum. Besta nútímans dømi um hetta er mønustingarin, sigur hann. Størsta avbjóðingin hjá føroyska grindadrápinum í framtíðini kemur tó ikki frá umhvørvis ella djóraverndarfelagsskapum. Hon kemur frá matinum sjálvum, sigur hann. 49 ára gamla Marine Le Pen hevur somuleiðis sagt, at hon vil siga formanssessin frá sær áðrenn franska forsetavalið í 2022, um onkur annar er betur egnað at savna fólki. Løgreglan fekk boðini klokkan 10 fyrrapartin, at ein maður var funnin deyður í sjóvarmálanum við Breiðá millum Fuglafjørð og Kambsdal. Løgreglan hevði leitað eftir manninum, tí tey nærmastu settu seg í samband við løgregluna í gjár, tí tey vistu ikki, hvar maðurin var. EB Streymur B36 3 2 0 1 26 minuttir. 0 1 Meinhard Olsen 47 minuttir. 1 1 Rógvi Nielsen 57 minuttir. 2 1 Jónstein Magnussen 58 minuttir. 2 2 Kaimar Saag 83 minuttir 3 2 Ragnar Danielsen brotsspark TB FC Suðuroy Royn NSÍ 0 4 0 2 17. minuttir. 0 1 Klæmint A. Olsen 21. minuttir. 0 2 Klæmint A. Olsen 72. minuttir. 0 3 Betuel Hansen 90. minuttir. 0 4 Petur Knudsen Sambært uppskotinum skulu skulu tryggingarfelagsskapir hava ein ávísan kapital fyri at kunna reka virksemi. Og krøvini til leiðslu og nevnd verða eisini herd. Nevndin og stjórnin í einum tryggingarfelag, fíggjarligum haldfelagsskapi, holdingfelag, og tryggingarhaldfelagsskapi skulu hava nóg stóra vitan, fakligan førleika og royndir at røkja starvið ella uppgávuna í felagnum. Haraftrat skal ein nevndarlimur ella stjóri hava móg gott umdømi, verða heiðurligur, hava integritet og vera óheftur fyri kunna meta um og finnast at avgerðum, sum dagliga leiðslan tekur. Orsøkin er, at spanski grundlógardómstólurin hevur víst aftur at lata loysingarmannin, Jordi Sanchez, leysan. Hann er í uppskoti at gerast forseti í Katalonia. Grundlógardómstólurin heldur, at verður Sanchez latin leysur, er vandi fyri, at hann fer at fremja somu gerðir, sum høvdu við sær, at hann varð handtikin. Jordi Sanchez varð tikin í oktober, tá politiska stríðið í Katalonia var í hæddini. Táverandi forsetin, Carles Puigdemont flýddi til Belgia, og har er hann enn. Í gjár gingur fleiri túsund katalonar kravgongu í Barcelona við kravi um, at tey fólkavaldu skipa eina stjórn, sum skal arbeiða fyri loysing frá Spania. Sonja Jógvansdóttir vil eisini hava at vita, hvussu kynsbýtið er í almennu fyrsitingini, tá ið talan er um stjórar, varastjórar, deildarleiðarar, leiðarar annars og ráðgevar. Fyrispurningurin verður settur fyri at fáa tøl til vega, sum vísa, um javnstøða er í arbeiðslívinum í almennu fyrisitingini, sigur hon. Lønarhækkingin í ár samanborið við fíggjarlógina í fjør, har lagt varð upp fyri við lønarhækkingum í tríggjar ársfjórðingar, kostar slakar 70 milliónir krónur. Men lønarhækkingin samanborið við alt fíggjarárið í fjør, tá lønarhækking í fjórða ársfjórðingi eisini er íroknað, er góðar 56 milliónir krónur. Higartil hevur Fíggjarmálaráðið gjørt nýggjan lønarsáttmála við Starvsmannafelagið, Sjúkrarøktarfrøðingafelagið, Pedagogfelagið og Lærarafelagið. Sáttmálin við Sjúkrarøktarfrøðingafelagið kostaði meira enn tað, sum er sett av til lønarvøkstur hjá landinum. Tí verður skotið upp at hækka lønarjáttanina til heilsuverkið nakað meira enn á øðrum rakstrarstøðum. Lønarkarmurin skal haldast, og tað merkir, at størri útreiðslur á einum rakstrarstaði bera í sær, at onnur rakstrarstøð fáa minni, sigur Kristina Háfoss í viðmerkingunum til uppskotið. Bill Justinussen, løgtingsmaður, hevur klagað Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, fyri uttan heimild og móti galdandi reglum at hava goldið limum í Pedagogfelagnum løn, meðan arbeiðssteðgur var fyrr í ár. Løgtingsmaðurin sigur, at landsstýriskvinnan hevur brotið stýriskipanarlógina, tí hon hevur brúkt pengar hjá landinum uttan heimild í fíggjarlógini ella í aðrari játtanarlóg. Landsstýrismálanevndin hevur eisini fingið klagu frá einum fólki, sum kennir seg illa viðfarið í almennu skipanini. Málið er persónligt. Fyri at verja klagaran, kunnger nevndin ikki navn og klagu. Í gentubólkinum var Team Lyra úr Fimleikafelagnum Ljósið á odda fyri seinnu kapping, og tær gjørdu ikki mætari, enn at tær øktu um leiðsluna til seinnu kapping, so tær at enda vunnu greitt. Hjá unglingunum tyktist eftir fyrru kapping eingin ivi vera um, at Team Eina úr Havnar Fimleikafelag fór at vinna samlaðu kappingina, og so var, men Vípan úr Støkk kom nógv nærri enn tær gjørdu til fyrstu kapping, so spenningurin til FM kappingina í mai er stórur. Hjá kvinnum Var Hydra úr Fimleikafelagnum Ljósið stóri favoritturin eftir fyrru steypakappingina, og tær sviku heldur ikki hesaferð, og gjørdust greiður steypavinnari í kappingini hjá kvinnum, har einans tvey lið luttóku. Næsta kapping verður FM undankappingin í mai, men flestu av liðunum fara at kappast í ymsum kappingum kring um í Europa, áðrenn kappast verður aftur í Føroyum. Forsetin hevur tó ongar ætlanir um at broyta 18 ára aldursmarkið fyri at keypa vápn, men hann hevur sett eina nevnd, sum millum annað skal viðgera spurningin um aldursmarkið. Fleiri hyggjarar hava spurt, hví fjórði parturin í sjónvarpsrøðini Gud signi Føroyar ikki er at finna á heimasíðuni hjá kringvarpinum. Orsøkin er, at røðin nú er komin í helvt og heldur fram tíðliga í apríl. Sum boðað varð frá í endanum á triðju sendingini, verður restin av sjónvarpsrøðini send beint eftir páskir. Tann fjórði parturin fer at snúgva seg um tann ymiskleika og tær ósemjur, sum mynda føroysku fólkakirkjuna, og hann verður vístur hóskvøldið tann 5. apríl. Sambandsflokkurin finst at uppskotinum um stjórnarskipan hjá samgonguni. Tað hevur Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, og formaður í Venstre, sum er systurflokkur hjá sambandsflokkinum, tó ikki gjørt. Lars Løkke Rasmussen hevur verið á landsfundi hjá sambandsflokkinum í dag, og vit fingu høvi at spyrja, hví hann ikki stuðlar sambandsflokkinum beinleiðis í sambandi við stjórnarskipanina. Eingin veit, hvat eg persónliga haldi um føroysku stjórnarskipanina, men sum nú er rúmar hon ikki loysing, sigur Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri. Hetta eru mál, sum Føroya rættur hevur dømt, men allir partar eru ikki nøgdir við avgerðina hjá honum og hava tí skotið dómin inn fyri Landsrættin. Ongar neyvar skrásetingar ella uppgerðir eru um, hvussu ognirnar í Føroyum eru býttar millum fólk, og hvussu tær eru knýttar at inntøkuni hjá fólki. Tí fær Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, ikki svarað nøkrum av teimum sjey spurningunum, hon fekk frá Sonju J. Jógvansdóttur, løgtingskvinnu, um ríkidømið í Føroyum. Hon spurdi, hvussu nógv ríkasta promillan, tað eru 50 tey ríkastu fólkini, eiga, og hvussu stórur partur er kvinnur og hvussu stórur menn. Sonja J. Jógvansdóttir sigur, at nógv bendir á, at nógvir føroyingar eru serstakliga ríkir, men tíggju prosent liva í fátækraváða. Í Íslandi er talið nakað tað sama sum í Føroyum, tann ríkasti fimtaparturin er 3,2 ferðir ríkari enn tann fátækasti fimtaparturin. Mánakvøldið vóru russiski njósnarin, 66 ára gamli Sergej Skripal og 33 ára gamla dóttir hansara, funnin uttan vit á einum beinki í einum handilsskála í býnum Salisbury. Nú eru spor av eiturevninum, ið varð brúkt at eitra tey bæði, funnin á matstovuni Zizzi í Salisbury, har tey bæði ótu stutt áðrenn, tey vórðu funnin. Tað skrivar BBC. Seinstu tvey árini er kona hansara, eldri bróður hansara og sonur hansara øll deyð, og familjan heldur, at tey doyðu á gátuføran hátt. Bretski innanríkisráðharrin, Amber Rudd, sigur við BBC, at tað enn er óvist, hvør framdi álopið, men at tað verður arbeitt við at finna brotsmenninar. Fyrsti løgreglumaður á staðnum misti eisini vitið stutt eftir, at hann kom á staðið, men vaknaði í gjáramorgunin eftir at hava ligið í koma síðani mánakvøldið. Í nýggju støðuni runnu orðini hjá ommuni, Helenu Mørk Hjelm, henni í hug. Brúka títt talent, plagdi hon at taka til. Goym tað ikki burtur. Eg dugi at binda og tekna, hugsaði Randi Hjelm Debes, og haðani fekk hon hugskotið at sameina talentini og gera bindiuppskriftir og binda fyri fólk. Í samrøðuni greiðir Randi Hjelm Debes frá søguni aftanfyri mynd, ið amerikanska modellin, Adrianne Curry, sum var fyrsti vinnari av kappingini America s Next Top Model, hevur lagt út á Instagram. Tann spurningurin er á skránni, tá Theresa May, forsætisráðarri, í dag fer at hitta fleiri ráðharrar, fregnartænastuleiðarar og herleiðarar í landsins trygdarráði. BBC sigur, at trygdarráðið fer at viðgera spurningin, um nóg nógv prógv eru, sum kunnu siga, hvør skipaði fyri eitringini, og um nøkur stig skulu takast. Bæði njósnarin, 66 ára gamli Sergei Skripal, og 33 ára gamla dóttir hansara, vórðu eitrað í bretska býnum Salisbury. Tey liggja bæði á sjúkrahúsi, og støðan er álvarsom, sigur BBC. Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, hevur sagt, at Bretland fer at svara aftur, verður tað prógvað, at Russland var uppií, tá Skripal og dóttir hansara vórðu eitrað. Statsadvokaturin, Henrik Plæhn, hevur í dag boðað frá, at kanningin av Bjarna Hammer í samband við brot av rúsevnislógina er steðgað. Sostatt verður eingin ákæra reist, og meira verður ikki gjørt við málið. Bjarni Hammer varð av Sosialinum lagdur undir at royna at skaffa ungum gentum hassj. Sosialurin handaði málið víðari til løgregluna, tí málið var sambært miðlinum so mikið álvarsligt. Statsadvokatinurin boðar í dag frá, at meira verður ikki gjørt við málið, tí eingin rímiligur varhugi er fyri, at Bjarni Hammer hevur gjørt nakað ólógligt. Eftir er tó spurningurin um disiplinermálið, og hetta skal fútin taka støðu til. Fútin hevur tó enn ikki kannað, um grundarlag er fyri at byrja eina disiplinersak ímóti Bjarna Hammer, tað skrivar in.fo . John Kølbæk, fúti, sigur við in.fo , at hann nú fer at viðgera allir spurningar saman við ríkispolitinum, áðrenn støða verður tikin um, disiplinermál skal byrja. Ákæruvaldið heldur, at Jakob Sharf hevur latið víðari loyniligar upplýsingar í bókini Syv r for PET, har hann greiðir frá tíðini, hann var stjóri í PET. Ákæruvaldið heldur, at ein partur av upplýsingunum, sum fyrrverandi stjórin hevur latið víðari í sambandi við, at bókin varð givin út, er revsivert brot á tagnarskylduna, sigur varastatsadvokaturin, Jakob Berger Nielsen. John Kølbæk, fúti, sigur í samrøðu við heimasíðuna in.fo í dag , at teir nú skulu taka støðu til disiplinersakina og um grundarlag er fyri henni. Málið er liðugt nú. Tað sum Sosialurin blásti upp, har var einki aftanfyri, og nú royna tey at halda gongd í søguni við, at nú skal disiplinersak verða. Men tað verður heldur eingin disiplinersak, tí her er einki disiplinert farið fram, sigur Jógvan Páll Lassen millum annað. Jógvan Páll Lassen sigur, at málið byrjar við, at nakrir persónar saman við Sosialinum vildu fella Bjarna Hammer vegna hansara politisku sannføring um fiskivinnunýskipanina. Strandfaraskip landsins bíða eftir kanningum og sjófrágreiðing, áðrenn støða verður tikin til siglingina til Fugloyarog vanlukkuna á Kirkju í gjár. Hann var eystan í ættini í gjár, og tá nógvur vindur er, verður ikki lagt at í Hattarvík. Men á Kirkju lívir, og har verður lagt at. Hilmar Eliasen sigur, at skiparin tekur avgerð um at leggja at í samráði við staðkønan mann í landi, sum er avgreiðslumaðurin hjá Strandferðsluni á staðnum. Hans Johannes á Brúgv, stjóri í Sjóvinnustýrinum, sigur, at danska skaðanevndin kemur til Føroya at kanna vanlukkuna á Kirkju. Sjóvinnusstýrið gjørdi í 2015 avtalu við Søfartsstyrelsen um, at Den Maritime Havarikommission kannar vanlukkur á sjónum, tí Sjóvinnustýrið hevur eftirlit við skipunum og góðkennir skipini. Hann var eystan í ættini í gjár, og tá nógvur vindur er, verður ikki lagt at í Hattarvík. Men á Kirkju lívir, og har verður lagt at. Hilmar Eliasen sigur, at skiparin tekur avgerð um at leggja at í samráði við staðkønan mann í landi, sum er avgreiðslumaðurin hjá Strandferðsluni á staðnum. Sjóvinnusstýrið gjørdi í 2015 avtalu við Søfartsstyrelsen um, at Den Maritime Havarikommission kannar vanlukkur á sjónum, tí Sjóvinnustýrið hevur eftirlit við skipunum og góðkennir skipini. Prísirnir í London eru lækkaðir við 15 seinasta árið, og tað hevur við sær, at prísurin á einum húsum í býarpartinum, Wandsworth, er 838.000 krónur lægri enn fyri einum ári síðani. Sølufyritøkur siga fyri blaðnum, at eingin ivi er um, at brexit er størsta orsøkin til at prísirnir á húsum og íbúðum lækka, og at lækkingin er serliga stór í London. Ein nýggj frágreiðing frá Stockholm International Peace Research Institute SIPRI vísir, at eisini Barack Obama, forseti, gav loyvi til at selja nógv vápn. Seinasta árið, hann sat sum forseti, seldi USA vápn fyri 595 milliardir krónur. Saudiarabia keypir flestu vápnini, og landið verður skuldsett fyri at bróta mannarættindini í Jemen, har eisini fleiri onnur arabisk lond eru við í krígnum. Fleiri staðni í vesturheiminum er stór misnøgd við stóru vápnasøluna til Saudiarabia, og í Bretlandi hevur andstøðan fleiri ferðir talað at søluni. 19. mars kemur Saudiarabiski krúnprinsurin, Mohammed bin Salman, á vitjan í USA, og ætlanin er at skipa fyri stórum mótmælum í USA ímóti saudiarabisku framferðini í Jemen. Saudiarabia legði seg í 2015 út í borgarakríggið í Jemen, og síðani hava minst 10.000 fólk latið lív, og onnur 50.000 eru særd tey flestu sivilfólk. Andras Joensen bóndi greiðir frá ymiskum viðurskiftum í Gerðum. Hann heldur, at toftirnar frá gomlu bóndahúsunum í Gerðum áttu at verið grivnar framaftur, so tær kundu staðið sum eitt minni um skalvalopini í 1745 og 1765, ið eru ein heilt serligur kapitul í Føroya søgu. Birna Jacobsen og familjan fluttu aftur í hennara barnaheim í Gerðum eftir at bæði foreldrini vóru deyð. Tá umstøðurnar blivu sum tær blivu, er Birna glað fyri at vera komin aftur í gamla barnaheimið. Her er hon 8. ættarlið síðani skalvalopið í 1765. Birna sigur, at úr Gerðum hava tey stutt til alt í Klaksvík. 18 ára gamli Pól Eyðfinn Poulsen hevur flotið nógv á Borðoyarvík síðani hann dugdi at ganga. Honum dámar sera væl at fiska við ymiskari útgerð. Hann brúkar ein bát hjá abbanum og um ársskiftið keypti hann sær eina kajakk, sum hann rør við av og á fram við landi fyri at síggja betri lívið í sjónum. Ein tann besti dagurin Pól Eyðfinn hevur havt á Borðoyarvík var í fjørsummar, tá grind legði beinini har fyrstu ferð í nýggjari tíð. Ungu hjúnini Nelly og Flóvin Váðklett byggja nýggj sethús í Gerðum. Nelly, sum er ættað av Toftum, sigur, at Flóvin vildi sleppa at búgva við Borðoyarvík, har hann er uppvaksin. Hann hevur verið heima í ein mánað og er júst farin aftur til skips. Annars er ætlanin, at hann skal smíða tað mesta tá hann er heima. Nelly sigur, at alt sum tey hava brúk fyri í tí dagliga er beint við. Janus Hansen er ógviliga hugtikin av Borðoyarvík og hann er niðri í fjøruni hvønn dag og tekur myndir at leggja á Facebook. Hann sigur, at ikki minst klaksvíkingar, sum búgva uttanlands, eru glaðir fyri at fáa høvi at fylgja við. Honum dámar allar best at sita niðri á Borðoyarvík tíðliga um morgunin, frá klokkan fimm til hálvgum sjey, tá fuglurin vaknar og fer at flúgva og áðrenn ferðslan byrjar av álvara. Fólk í sendingini Andras Joensen Birna Jacobsen Pól Eyðfinn Poulsen Nelly Váðklett Janus Hansen Fyri tveimum vikum síðani, tá málið bleiv alment, segði løgmaður við Kringvarpið, at hann mælti Bjarna Hammer til at fara í farloyvi meðan málið bleiv kannað av løgregluni. Tað tók Bjarni Hammer til eftirtektar og fór í farloyvi dagin eftir. Vit hava roynt at fingið eina viðmerking frá løgmanni í dag, fyri at vita um tilmælið stendur við ella um Bjarni Hammer kann koma aftur á løgting. Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa fatur á løgmanni til eina samrøðu í dag, men hann sigur í telduposti til Kringvarpið í at, nú ríkisadvokaturin ikki hevur valt at fara víðari við málinum, so stendur tilmæli ikki við. Bjarni Hammer sigur sjálvur, at hann hevur ikki tikið avgerð um sína politisku framtíð enn, men hann sigur í stuttari viðmerking, at tað verður ikki beint nú, at hann tekur sætið aftur. Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum, og Dánjal Højgaard, ið er løgfrøðingur og ráðgevi hjá Starvsmannafelagið, kappast móti Ben Arabo, stjóra í Betri, og Rúnar Reistrup, stjóra í Hey. Tú kanst hoyra sendingina her Hjálparfólkini eru serliga ónøgd um, at grein 11 í lógini hjá Pedagogfelagnum varð broytt á aðalfundinum hjá felagnum, soleidis at hjálparfólk ikki kunnu hava meiriluta í nevndini. Áðrenn broytingina stóð at Formaðurin og fýra nevndarlimir sita í nevndini, og at minnst ein nevndarlimur skuldi vera pedagogur og minst ein nevndarlimur verda hjálparfólk. Men nú eru orðingarnar broyttar so tad stendur, at Formaðurin skal vera útbúgvin pedagog, og at av fýra nevndarlimum skulu minnst tveir vera pedagogar og ein hjálparfólk. Broytingin hevur sostatt vid sær, at pedagogarnir nú ALTÍÐ hava meiriluta í nevndini í Pedagogfelagnum. Og tað eru fleiri hjálparfólk ónøgd við. Ben Arabo, stjóri, sigur, at bygnaðarbroytingar eru gjørdar í fyrisitingini í Betri Samtakinum eftir samanleggingina millum Tryggingarfelagið og Betri banka. Tí eru fólk søgd úr starvi. Talan er um effektivisering og optimering, sigur hann í stuttari viðmerking. Starvsfólkini arbeiddu á Kt deildini, stjórnarskrivstovuni og á fíggjardeildini. Fáir muslimar eru í Føroyum. Kortini fyllir trúgvin hjá teimum nógv í almenna orðaskiftinum og fyri nøkrum døgum síðani kom eitt uppskot um at banna burkur í Løgtinginum. Í annaðkvøld verður kjak her í sjónvarpsstovuni um uppskotið hjá Sjálvstýrinum, um klædnapløggini niqab og burka skulu bannast í almennarúminum. Nevndin hevur skipað seg soleiðis, at Maj Britt Winther Hentze Jacobsen er forkvinna, Linda Højgaard er næstforkvinna, meðan Eystan Elisson er peningarøkil. Nevndarlimir eru Claus Højgaard og Sámal Hansen, meðan Laila Rólantsson og Birthe Didriksen eru tiltakslimir Fyrstu uppgávurnar verðá at fáa nakrar fleiri limir, og fáa í lag fundir við tryggingarfeløgini, fyri at fáa tryggingina endaliga uppá pláss, Sambært viðtøkunum fyri nýggja felagið, so er endamál felagsins, at virka fyri góðum lønar og arbeiðviðurskiftum, og annars eftir førimuni at vera limum til hjálpar í ósemjum við arbeiðsgevara. Rætt til limaskap í Hjálparfólkafelagnum hava tey, sum taka upp starv sum hjálparfólk á kommunalum stovnum ella landsstovnum. Hetta er treytað av, at ásett limagjald verður goldið, og at limurin virðir viðtøkur felagsins, avgerðir nevndarinnar og samtyktir aðalfundsins. Umstøðurnar eru sera góðar hjá teimum eldru í Havn, um tey velja at brúka tilboðini sum Tihaldið hevur at bjóða. Og tey, sum møta í Tilhaldinum eru frá gott 60 ára gomul til oman fyri 90, sigur Eydna Berg, dagligur leiðari á Tilhaldinum í Tórsgøtu í Havn. Í samband við stovningardagin, verður hátíðarhald í dag, týsdagin, og tað verður í høllini í Finsen og byrjar nú klokkan 10 fyrrapartin. Jógvan á Lakjuni í Fólkaflokkinum spyr nú Høgna Hoydal, landsstýrismann í fiskivinnumálum, hví Fiskimálaráðið noktaði línuskipinum Kambi at senda 50 tons av fiski til Føroya í bingjum, tá lógin um sjófeingi heimilar at gera undantak í serligum førum. Ætlanin var at landa tey 50 tonsini, sum Kambur hevði fiskað, í bingjur, og senda tær heim til Føroya, tí íslandskvotan er í størra lagi til ein túr, men ov lítil til tveir. Fiskimálaráðið svaraði, at tað bar ikki til, tí lógin sigur, at alt skal landast í Føroyum, hóast heimild er at geva undantak í force majeure liknandi umstøðum. Jógvan á Lakjuni spyr eisini, um landsstýrismaðurin ætlar at broyta ásetingina um, at øll veiði skal um føroyskan bryggjukant, ella um hann ætlar at tulka ásetingina soleiðis, at fiskimenn, skip og samfelag fáa sum mest burturúr. Tað sigur seg sjálvt, at skip eiga at sleppa at landa í Íslandi, um hetta er neyðugt vegna veður, sølu, prís og aðrar umstøður, tá tað undir ongum umstøðum loysir seg at sigla langa teinin til Føroya, sigur Jógvan á Lakjuni millum annað í viðmerkingunum til fyrispurningin. Nigeria vil hava rændu genturnar aftur á lívi, og tí vilja vit heldur samráðast enn brúka vald, verður sagt í eini kunngerð frá skrivstovuni hjá forsetanum. Amerikanski uttanríkisráðharrin, Rex Tillerson, hevur havt fund við nigerianska forsetan um málið, og hann hevur mælt til at samráðast við Boko Haram um tær 110 skúlagenturnar. Buharis, forseti, sigur, at Nigeria samstarvar við altjóða felagsskapir og samráðingarfólk til tess at tryggja, at genturnar verða latnar leysar uttan at tær fáa mein. Í 2014 rændi felagsskapurin meira enn 270 skúlagentur í býnum Chibok í landnyrðingspartinum av Nigeria. Boko Haram hevur framvegis 100 skúlagentur fanga. Hetta er annað fóðurskipið, sum JT Electric letur Bakkafrosti, og tilsamans hevur fyritøkan latið átta fóðurskip til føroysku alivinnuna. Á JT Electric starvast 33 fólk. Seks fólk starvast á menningardeildini, sum mennir nýggjar skipanir og vørur til alivinnuna bæði í Føroyum og uttanlands. Politiið sigur, at 47 gamli maðurin, sum fyrrapartin sunnudagin varð funnin í fjøruni við Breiðá millum Fuglafjørð og Kambsdal, er rikin hagar tvørtur um fjørðin. Maðurin, sum búði í Havn, var í Fuglafirði og vitjaði familju har. Seinnapartin leygardagin var hann sjálvur annar saman við einum skyldmanni, sum fór inn í Keypssamtøkuna at keypa. Tá skyldmaðurin kemur út aftur, er tann 47 ára gamli maðurin horvin. Seinast, hann er sæddur á lívi, er klokkan trý seinnapartin leygardagin. Hann verður funnin aftur, deyður, klokkan tíggju fyrrapartin sunnudagin. Ein maður, sum var farin at geva seyði, sá onkran liggja í sjóvarmálanum við Breiðá. ST skal krevja vápnahvíld í sýriska høvuðsstaðnum Damaskus og býarpartinum Ghouta, sum uppreistardeildir hava valdið á. Tað segði amerikanski ST sendiharrin, Nikki Haley, á fundi í ST trygdarráðnum í gjár. USA hevur skotið upp, at bardagarnir steðga í stundini, og heita á ST aðalskrivarin, Antonio Guiterrez, um at koma við uppskoti um, hvussu vápnahvíldin kann setast í verk. Seinast USA gekk egnar leiðir, var í apríl í fjør, tá amerikansk stríðsflogfør skutu rakettir eftir einari sýriskari støð, eftir at sýriskar stjórnardeildir høvdu lopið á við eiturevnavápnum. Russland, sum er í parti við sýrisku stjórnini, segði, at trygdarráðið hevði onga heimild at krevja vápnahvíld uttan fyrst at hava gjørt avtalu við stríðandi partarnar. Býrt tú í Norðoyggjunum og hevur eitt gott ferðavinnuhugskot til í summar, men ikki veitst hvussu tú skalt byrja, so skipar Norðoya Kunningarstova, saman við íverksetarahusinum fyri evniskvøldi í kvøld. Olivia Døgg Fríðfinnsdóttir, samskipari á Norðoyar Kunningarstovu, sigur seg vita, at fleiri fólk í Norðoyggjum sita inni við góðum hugskotum til ferðavinnuna. Við hesum evniskvøldinum vilja vit hava fólk at koma fram við hugskotunum og so skulu vit hjálpa til við at fáa hugskotini til veruleika, sigur Olivia Døgg Fríðfinnsdóttir. Nú skal formansskapurin í Føroya Løgtingi gera eina reglugerð, hvussu tingfólk skulu vera ílatin, men í formannsskapinum eru bert menn, og eg kundi hugsa mær at kvinnur eisini vóru við at skipa tílíkar reglugerðir, sigur Tingformaðurin, Páll á Reynatúgvu Løgreglan vil av trygdarávum ikki upplýsa, hvat viðgerðarstað talan er um, men ávarar fólk ímóti at taka ímóti heilivági uttan so, at tað er reseptheilivágur. Uppskotið snýr seg um at knýta Fámjins og Hvalbiartunlarnar saman og bjóða teir út sum eina verkætlan. Bæði andstøðu og samgongutingfólk hava lagt fram uppskotið fram. Ein er tann fíggjarligi parturin. Ein annar er, at bøta um støðuna í Fámjin. Ein triðji er, at tunnilstoymi, ið skuldi byrja í Fámjin, nú kann fara aðrastaðni. Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, sigur, at upprunaliga hevði hann sjálvur ætlað, at Fámjinstunnilin skuldi tengjast saman við Hvalbiartunlinum, men politisk undirtøka fekst ikki fyri tí. Henrk Old leggur dent á, at hetta er eitt uppskot til samtyktar, og tí skal tað takast við tí fyrivarni, ið hartil hoyrir. Skuldi tað tó víst seg, at hetta var tað einasta, sum bar til, so vísir hann tí ikki aftur. Tað kann tí tykjast løgið, at fólk, og nú eisini fremmand ferðafólk, skulu passa sær løgir at leypa millum skip og lending uttan landgongd, gelendara ella trygdarnet. Og skipið er ikki so frægt sum bundið, tí tað livir ov mikið. Kanska Strandferðslan skuldi hugt at slíkum skipanum fyri at vita, um nakað slíkt kann brúkast við lendingar á útoyggj í Føroyum, stendur í frágreiðingini frá Knud E. Hansen í fjør. Sunnudagin fór 60 ára gamli Sjúrður Gullaksen úr Hattarvík niðurímillum, tá hann skuldi um borð á Rituna á Kirkju. Hann doyði av hendingini. Strandfaraskip landsins hava ongar viðmerkingar, fyrr enn kanningarnar eru lidnar, og sjófrágreiðing hevur verið um vanlukkuna á Kirkju sunnudagin. Savnið skjalprógvar eisini hvussu føroysk posthús fóru at prenta yvir frímerki, tá frímerkjatrot var og hvussu postsambandið var undir øðrum heimsbardaga. Uppboðssølan verður fyriskipað av fyritøkuni Heinrich Koehler í Wiesbaden, sum er elsta frímerkja og postsøguliga uppboðssøla í Týsklandi. Í einum boðum sigur forsetin, at Pompeo fer at gera eitt gott arbeiði sum uttanríkisráðharrio, samstundis sum hann takkaði Tillerson fyri hansara arbeiði sum uttanríkisráðharri. Nógv verður gitt um, hvi Tillerson ikki heldur fram sum uttanríkisráðharri. Ein talsmaður fyri forsetan sigur, at stórar avbjóðingar eru fyri framman bæði samráðingar við Norðurkorea og handilsavtalan, NAFTA skal samráðast um við Kanada og Mexico. Undir Donald Trump er USA vorðið eitt betri og tryggari stað at vera, og eg síggi fram til at umboða USA kring allan heimin og gera landið uppaftur betri og sterkari, sigur Mike Pompeo. Rex Tillerson hevur ikki gjørt viðmerkingar til, at hann er koyrdur frá sum uttanríkisráðharri. Men eyglei ðarar siga, at samstarvið ímillum forsetan og uttanríkisráðharran hevur verið merkt av ósemjum, millum annað hava teir ongantíð verið samdir um, hvussu uttanríkispolitikkurin skal skipast. Seinastu tíðina hevur Gunn starvast som verkætlanarleiðari í Norðurlandahúsinum í Íslandi. Áðrenn tað hevur hon millum annað havt ábyrgdina av dagliga virkseminum á leikpallsfyritøkum, eins og hon eisini hevur verið verkætlanarleiðari á ymsum tónleika og mentanarverkætlanum. Føroyskur flogbóltur á altjóða stigi verður sum oftast leiktur í øðrum londum, tá ið lið okkara dystast við onnur. At sleppa at leika á heimavølli enn einaferð er tí forkunnugt og av tí sama sera spennandi hjá allari ítróttini og serliga leikarunum, sum tá sleppa at vísa seg fram fyri egnum áskoðarum, sigur Magnus Tausen, formaður í Flogbóltssambandinum. Magni Arge, fólkatingsmaður, var ikki nøgdur við svarið, ið Lars Løkke Rasmussen gav føroyanevndini, tá hann var spurdur um sjálvsavgerðarrættur føroyinganna til at skipa seg sum eitt fullveldi, var fráboðaður ST. Í eini yvirlýsing til ST, ið danska stjórnin sendi ST í 2006, standa tvær síður um støðu Føroya í samband við rættin hjá Føroyum at skipa seg sum ein sjálvstøðugan stat. Í seinasta reglubrotið stendur, at Føroyar hava ein ómissandi rætt sjálvsavgerðarrætt og kann fáa loysing, um Føroya fólk velur tað í eini fólkaatkvøðu. Jóannes Eidesgaard var løgmaður í landsstýrissamgonguni frá 2004 08, ið orðaði føroysku fráboðina, ið skuldi sendast til ST. Sjálvur er hann ikki í iva, at fráboðanin er komin á rætta stað. Eitt er tað, at Føroyar kunnu velja loysing, men Magni Arge segði í útvarpinum í gjár, at hann hevur heldur ikki fingið svar uppá, um Føroyar sleppa at skipa seg sum ein sjálvstøðugan stat, skuldi tað føroyska fólkið valt at loysa í eini fólkaatkvøðu. Boð vóru í dag eftir tyrluni hjá Atlantsflogi at hjálpa útlendska ferðamanninum. Ferðamaðurin visti ikki hvar hann var, annað enn, at hann var norðanfyri Viðareiði. Løgreglan fekk síðani samband við ein bónda á Viðareiði, og hann gekk niðan til mannin. Tá var ferðamaðurin illa fyri og kaldur, og tað var bóndin eisini. Tí varð ikki ráðiligt hjá teimum at ganga omanaftur, og boð vórðu tí send eftir tyrluni. Føroyski fiskiskapurin við Flemish Cap hevur havt stóran týdning fyri føroyska búskapin, samstundis sum hesin fiskiskapur eisini hevur lagt lunnar undir søguligu rættindunum, sum er orsøkin til, at føroysk frystilínuskip aftur nú royna í New Foundlandi. Um eina løtu spyrja vit Helga Jacobsen, journalist og rithøvund, um upprunan til fiskiskapin á Flemish Cap. Vit frætta um fyrsta túrin og tónleikin, tá vit tosa við Mikkjal Olsen, sum í mong ár var skipari á Sigurfarinum. Hvat hevur harða lívið á Flemish Cap kravt av teimum monnum, ið mannaðu saltfiskalínuskipini Hesar og aðrar spurningar skifta vit orð um við Eyðun Joensen, sálarfrøðing. Miðskeiðis í sendingini fáa vit vitjan av Sámali Jákupi Olsen, Jóan Petur Klein og Andrass Holm Arge, ið allir hava roynt á Flemish Cap. Og teimum á baki fer Petur Rouch, sum eitt nú var vertur í Rót og Rútmu, at seta orð og tónar á countrytónleikin, sum føroyingar tóku til sín í New Foundlandi. Tú kanst hoyra sendingina her Tað var mánadagin í farnu viku, at Kim Kielsen, formaður í landstinginum skrivaði út val, og at valið skal haldast 24. apríl. Og í dag hevur landstingið góðkent dagfestingina. Tveir kranabilar og sindur av útfylling framvið vegjaðaranum skuldi til, áðrenn klárt varð at lyfta kavarauddaran. Hann fór av vegnum í Skálabotni í kavanum í farnu viku. Trivnaðarnevndin hevur biðið løgtingsformannin um at fáa longri freist til at skriva álit. Nevndin sigur orsøkina vera, at allar hoyringar ikki eru lidnar enn. Nevnd, sum mál er beint í, skal lata Løgtinginum álit í seinasta lagi ein mánað eftir, at hon fekk málið frá formanninum. Eftir hetta ber til hjá løgtinginum at atkvøða um at fáa málið aftur úr nevndini. Tað var ein klaga um, at Umhvørvisstovan hevði givið loyvi til at leggja aliringar út fyri Víkar í Vágum, uttan at nøkur umhvørvisgóðkenning varð lýst alment. Ein klaga varð send til Heilsu og Innlendismálaráðið, men klagarin fekk onga móttøkuváttan fyri kæruna, og hóast klagarin rykti eftir svari, og ráðið lovaði at seta seg í samband við klagaran, fekk klagarin ikki svar uppá kæruna, fyrr enn hann hevði klagað Heilsu og innlendismálaráðið til umboðsmannin. Umboðsmaðurin gav Heilsu og innlendismálaráðnum eina átalu fyri handfaringina av málinum, sæst á heimasíðuni hjá løgtingsins umboðsmanni. Tað hevur bretski innanríkisráðharrin, Amber Rudd, tikið avgerð um, eftir at tað gerst meira og meira sannlíkt, at Rusland stóð fyri at eitra ein fyrrverandi njósnara og dóttir hansara herfyri. Hóast kanningar nú skulu gerast, so er eingin illgruni um, at Rusland hevur havt nakað við tey deyðu at gera, men fleiri miðlar hava skrivað um deyðsføllini, og at Rusland skuldi hava ábyrgdina. Russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, vísir aftur, at Rusland hevði nakað at gera við at fyrrverandi njósnarin og dóttirin vórðu eitrað. Sergej Skripal og dóttirin, Yulia, vórðu funnin lívleys á einum beinki í býnum, Salisbury. Tey hava ligið á sjúkrahúsi síðani næstseinasta sunnudag. Bretski forsætisráðharrin, Theresa may, segði fyrradagin, at nógv talar fyri, at tey bæði vórðu eitrað, og at leivdir av nervaeitri eru funnin, og slíkt eitur gjørdi russiski herurin uppundir endan av kalda krígnum. Annaðhvørt stóð Rusland fyri atsóknini á bretskum øki, ella hevur Rusland mist tamarhaldið á sera vandamikla nervaeitrinum, sum síðani er komið í skeivar hendur. Hon gav Ruslandi freist til á midnátt í gjár at greiða frá, hvussu Sergej og Yulia Skripal vórðu eitrað á bretskari jørð. Men einki svar kom frá Russlandi. Ein talsmaður fyri forsætisráðharran sigur, at tjóðskaparliga trygdarráðið í Bretlandi skal hava fund aftur, áðrenn Thersa May, forsætisráðharri fer at boða frá tiltøkum ímóti Ruslandi. Hetta er ein broyting í nýggju lógini um ættleiðing, sum fær fyrstu viðgerð í løgtinginum í dag. Í Føroyum eru lutfalsliga nógv ættleidd børn samanborið við fólkatalið. Lógaruppskotið, sum Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur lagt fyri tingið, gevur heimild til hetta samstarv. Í nýggju lógini um ættleiðing verða krøv sett um fyrireikandi skeið í ættleiðing fyri at tryggja, at ættleiddu børnini koma til so vælfyrireikaðar familjur í Føroyum, sum til ber. Mánakvøldið var stovnandi aðalfundir fyri nýggja felagið á almenna arbeiðsmarkaðinum, Hjálparfólkafelagið. Nógv fólk møttu til fundin, sum var í høllini hjá Hæddini á Saltangará. Sambært viðtøkunum fyri nýggja felagið so er endamál felagsins at virka fyri góðum lønar og arbeiðviðurskiftum, og annars eftir førimuni at vera limum til hjálpar í ósemjum við arbeiðsgevara. Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum, sigur, at fleiri hjálparfólk hava vent sær til Pedagogfelagið fyri at fáa meira kunning um bæði feløgini. Vit ætla at fortelja teimum, at tey eru ikki tvungin í eitt nýtt felag. Vit halda, at tey hoyra framvegis heima í Pedagogfelagnum, sigur Jógvan Philbrow. Eirikur Lindenskov, ábyrgardarblaðstjórin á Sosialinum, vil einki sig um mannagongdirnar, hvussu tey fingu fatur í telefonsamrøðunum, har løgtingsmaðurin Bjarni Hammer skal hava sagt seg nokk kunna skaffað hassj . Sosialurin meldaði Bjarna Hammer til løgregluna , tí hann hevur sagt í einari telefonsamrøðu tann 15. desember, at hann hevur tætt tilknýti til ein mann, sum innflytir hassj. Men Eirikur Lindenskov vil ikki siga, hvønn leiklut Miðlahúsið hevði, tá telefonsamrøðurnar vóru gjørdar ella í hvørjum sambandi, at Bjarni Hammer skal hava sagt, at hann kann nokk skaffa hassj. Eg fari ikki út at greiða frá okkara arbeiðsmetodum í hesum málinum her, vit hava gjørt okkara kanningararbeiði ógvuliga væl, sigur hann og leggur afturat, at Sosialurin hevur prógv fyri, at Bjarni Hammer hevur sagt seg kunna skaffa hassj. Spurdur um fólk frá Miðlahúsinum vóru til staðar, tá samrøðurnar vórðu gjørdar, svarar Eirikur Lindenskov, at hann ikki vil greiða frá, hvussu kanningararbeiði er farið fram. Vinus og Vímús er føroysk barnarøð í sjónvarpinum til børn í barnagarðsaldri, umleið 3 6 ár. Í sendingini hitta vit fitta vinin Vinus, sum dugir væl at finna uppá og siga frá. Inni hjá Vinusi er hugnaligt, og hann eigur nógvar bamsur og nógv leiku at spæla við. Og góðar bøkur at lesa. Í eini holu undir bókahillini býr Vimús. Vinus og Vimús er vinir, hóast Vimús er ein mús. Alt sum Vinus eigur og finnur uppá, tað eigur Vimús eisini ella næstan sama slag. eSportur er kapping í teldu spølum, til dømis dota og counter strike. Heitið eSport stendur fyri elektroniskur sportur , tí kappast verður elektroniskt. eSport Føroyar hevur sett tvey fólk í starv fyri at økja um dygdina á kappingum, stroyming og øðrum, nú áhugin fyri eSporti í Føroyum er øktur. Arnar Lognberg er settur sum sokallaður Game Admin og sum tiltaksleiðari hjá esport.fo. Hitt starvið hevur Jógvan Martin Joensen fingið, og hann er settur sum samskiftisfólk. Teir arbeiða í miðal tveir til tríggjar dagar um vikuna, og afturat teimum eru sjey sjálvboðin fólk, sum regluliga hjálpa til eisini. Rúni Winther Johnsen er samskipari hjá eSport Føroyum, og hann greiðir frá, hvussu áhugin er øktur fyri eSporti. Eisini hevur Elektron deildin, sum er størsta kappingin í Føroyum, fingið altjóða viðurkenning og er løgd út á síðuna Liquipedia. Kappingin í Elektron deildini verður skjótt. Undankappingin verður 15 17 mars, og dystirnir sjálvir byrja so 23. mars. Hinvegin var tað jakkin hjá journalistinum, sum fekk fólk at skriva á Facebook. Talan var um ein jakka, ella anorakk, í kamouflage litum. Fleiri vístu á, at plaggið minti um ein hernaðarbúna og fekk tankarnar at leita til kríggj og stríð. Hernaðarjakkin er ikki bannlýstur í Degi og Viku, sigur Heini Gaard. Jakkin kann helst brúkast í onkrum høpi. Ymsar støður leggja upp til ymsan klædnastíl. Upprunaliga er Betri Vinir verkætlanin avstralsk og kallast Better Buddies. Danmark hevur nýtt verkætlanina á stovnum í eini tíggju ár, og úrslitini eru góð. Betri vinir er ein fyribyrgjandi verkætlan í móti happing. Tilfarið er ætlað til 3 6 ára gomul børn, fakfólk og foreldur. Bert dagstovnar kunnu keypa Betri Vinir, og tey fáa tá eitt kuffert, sum inniheldur námsfrøðilig amboð til at fyribyrgja happing. Sum dømi kunnu nevnast kjakkort til fakfólk og foreldur, massasjusøgur, klisturmerki, postkort og so framvegis. Dagstovnarnir fáa eisini vegleiðing í, hvussu kuffertið skal nýtast. Djóni Eidesgaard, aðalstjóri í Barnabata greiðir frá, hví og hvussu Barnabati hevur tikið stig til verkætlanina, og Sára Henriksen, námsfrøðingur, sum hevur arbeitt við danska tilfarinum og er skeiðshaldari hjá Barnabata, greiðir frá sínum roydnum. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur gjørt av at seta Eilif Gaard sum stjóra á Havstovuni. Starvið er tíðaravmarkað í 5 ár fram til 1. apríl 2023 við møguligari leingjan í upp til 3 ár, sigur Fiskimálaráðið í tíðindaskrivi. Sáttmálin er galdandi í fimm ár, og Strandferðslan fær ræðisrættin á Jósupi øll árini, og kann tí eisini brúka bátin á øðrum farleiðum, um tað verður neyðugt. Tá farleiðin varð boðin út, hevði Strandferðslan ásett ein sáttmálaprís á 300.000 krónur, og smápartafelagið Mykines segði seg kunna gera arbeiðið fyri krónur 800.000. Samgongan semist ikki um fíggingina, og tí liggur málið nú á triðja mánaði og savnar dust í Fíggjarnevndini. Einki røkist fyri, at uppskotið hjá Sonju Jógvansdóttir, tingkvinnu um at fakfelagslimir skulu kunna draga limagjaldið frá í skatti, kemur í aftur løgtingið í bræði. Ruth Vang, forkvinna í Fíggjarnevndini, vil hava fíggingina upp á pláss, áðrenn nakað álit verður gjørt, og samgongan hevur ikki gjørt nakra semju um, hvussu skattafrádrátturin skal fíggjast. Trupulleikin við júst hesum uppskotinum er, at Sonja Jógvansdóttir, sum er uttanflokka, hevur eina avtalu við Aksel V. Johannesen, løgmann, um at fakfelagsgjaldið skal kunna dragast frá í skattinum, og at hetta er ein partur av kostnaðinum fyri hennara stuðul í løgtinginum fyri øðrum málum hjá samgonguni. Men Ruth Vang úr Framsókn sigur, at so leingi eingir pengar eru komnir á borðið, og at semja er um fíggingina, ja, so verður einki álit gjørt Sonja Jógvansdóttir hevur áður sagt, at hon sjálv ikki heldur, at tað er nakar trupulleiki at finna pengarnar til uppskotið. Eitt nú heldur hon, at tað ber til at gera ein millióningaskatt. Men hesi uppskotini fær vinstrahalla uttanflokkatingkvinnan ikki borgarliga flokkin Framsókn at taka undir við, skilst á øllum brøgdum á Ruth Vang Upprunaliga var uppskotið lagt fram í september í fjør. Tað fall í løgtinginum í desember, men eftirsum uppskotið hongur uppi í avtalu millum Sonju Jógvansdóttir og Aksel V. Johannesen, løgmann, so fekk uttanflokkatingkvinnan loyvi at leggja uppskotið framaftur 13. desember. Síðani heur tað ligið í súltikrukkunii Fíggjarnevndini. Theresa May, forsætisráðharri gav Russlandi freist til á midnátt í gjár at greiða frá, hvussu eitt russiskt framleitt nerva eitur er komið til Bretlands, har Sergei Skripal og dóttir hansara Yulia vórðu eitrað. Men einki svar kom úr Moskva innan freistina. Eisini hevur Kreml áhaldandi noktað at havt nakað við málið at gera, og Russland hevur somuleiðis boðað frá, at eitthvørt stig hjá Theresu May fer at hava mót tiltøk við sær úr Russlandi. Bretska Uttanríkisráðð hevur boðað frá, at morðroyndirnar í Salisbury 4. mars vóru gjørdar eftir einum vælkendum mynstrið av russiskari stats aggressión . Russland er illgruna fyri at hava eitrað tey bæði, og Bretland kravdi at fáa eina frágreiðing frá russiskum myndugleikum í seinasta lagi á midnátt, men eingin frágreiðing er komin. Forsætisráðharrin hevur givið diplomatunum freist í eina viku at fara av landinum. Hetta er fyrstu ferð í 30 ár, at so nógvir diplomatar eru vístir úr Bretlandi. Theresa May upplýsti í røðuni, at hvørki bretskir ráðharrar ella umboð fyri kongshúsið fara til heimsmeistarakappingina í fótbólti, sum verður í Russlandi í summar. Bretskir myndugleikar hava kravt at fáa eina frágreiðing, hví eiturevnið Novichok, sum varð ment í Sovjetsamveldinum undir kalda krígnum, er endað í Salisbury í Bretlandi, har Skripal og dóttir hansara vórðu eitrað 4. mars. Í sendingini hitta vit fitta vinin Vinus, sum dugir væl at finna uppá og siga frá. Inni hjá Vinusi er hugnaligt, veggirnir eru litfagrir, og hann eigur nógvar bamsur og nógv leiku at spæla við. Og góðar bøkur. Í eini holu undir hillini býr Vimús. Vinus og Vimús eru vinir, hóast Vimús er ein mús. Alt sum Vinus eigur og finnur uppá, tað eigur Vimús eisini, ella næstan sama slag. Hvørja ferð finna Vinus og Vimús uppá okkurt nýtt at vísa øllum. Sumt er torført at gera, sumt er torført at finna, og sumt er nokkso torført at siga. Alla tíðina ber til at læra seg at siga øll orðini, hóast tey eru torfør. Í grein 3 í viðtøkunum stendur Rætt til studning úr grunninum hava øll føroysk róðrarfeløg við teirri ætlan at gera nýggjan róðrarbát, róðrarhús og róðrarhyl. Haraftrat stendur í viðtøkunum, at studningur eisini kann latast til skúlaróður og til útgávu av einari føroyskari róðrarsøgu. Hesar limir skuldu Føroya landsstýri, Ítróttasamband Føroya, Føroya Lærarafelag, Føroya Sjómansskúli, Føroya Blaðmannafelag og Kvinnufelagið upprunaliga tilnevna. Har skipaði stýrið seg soleiðis Sigga Vang, forkvinna, Vinnuháskúlin, Jan Herman Hansen, næstformaður, Róðrarsamband Føroya, Flóvin Eidesgaard, kassameistari, Føroya landsstýri, Jacob Eli Olsen, skrivari, Føroya Lærarafelag, Anna Rein, Kvinnufelagið, Uni Arge, Føroysk Miðlafólk. Tað er viðurkent í øllum Evropa, at avvarðandi eru tann týdningarmesti stuðulin í samband við, at persónur verður raktur av álvarsligari sjúku. Hann hevur víst sínar dygdir í fótbólti, sum rithøvundur, tónleikari og leikstjóri. Multi talentið Trygvi Danielsen leitar ígjøgnum sína list eftir tí, hann skal leita eftir. Harafturat er humor eisini ein týdningarmikil partur av hansara tilgongd. Trygvi vann sement kappinga í 2013 saman við bólkinum The Absent Silver King. Sama árið fekk hann virðisløn til ungt listafólk, sum Mentamálaráðið lat. Í filmsvinnuni hevur tað eisini ligið væl fyri hjá Trygva. Hann vann í ár Geyta virðislønina fyri filmin 111 góðir dagar . Fyri stuttum vann hann eisini FMA virðisløn sum ársins nýggja navn undir navninum Silvur drongur . Kringvarpið gjørdi ov nógv av, tá bæði útvarps og sjónvarpstíðindini í august mánað í fjør undir yvirskriftini Trygdin var ikki í lagi viðgjørdu støðuna á føðideildini á Landssjúkrahúsinum. Landssjúkrahúsið kærdi tíðindaflutningin, tí varastjórin á Landssjúkrahúsinum, sum hevði úttalað seg um málið, kendi seg ikki aftur í at hava sagt soleiðis. Kringvarpið, sum er fyrsti kærumyndugleiki, gav ikki kæraranum viðhald, og tí endaði málið í Fjølmiðlanevndini. Niðurstøðan hjá Fjølmiðlanevndini er, at Kringvarpið gjørdi ov nógv av í yvirskriftini. Fjølmiðlanevndin gevur kæraranum lutvíst viðhald í, at Kringvarp Føroya ikki hevur fylgt reglunum um góðan fjølmiðlasið í sambandi við innsløgini Trygdin var ikki í lagi , sum vóru í útvarpstíðindunum, í Degi og Viku og á heimasíðuni hjá KvF. Kringvarpið sigur í sínum grundgevingum fyri at brúka orðingar sum at trygdin var ikki í lagi , at samlaða trygdin byggir á tríggjar súlur faklig trygd og dygd, organisatorisk trygd og dygd, og sjúklingaupplivað trygd og dygd. Varastjórin á Landssjúkrahúsinum sigur í samrøðuni við Kringvarpið, at tey ikki hava megnað at tryggja alt 100 prosent allan vegin ígjøgnum . Í kæruni nevnir Landssjúkrahúsið hetta fyri praktisk viðurskifti. Kringvarpið vísir á, at tá hesi praktisku viðurskfti eru heilt grundleggjandi fyri at samlaða trygdin og dygdin er í lagi, so er grundarlag fyri yvirskriftini. Í punkt 4.4 í leiðreglunum fyri góðan fjølmiðlasið stendur, at yvirskriftir og ávísingar skulu samsvara við innihaldið í tilfarinum. Men, sigur Fjølmiðlanevndin, orðingarnar um at trygdin ikki hevur verið í lagi á føðideildini, er illoyal mótvegis tí, sum varastjórin førir fram í samrøðunum við Kringvarpið. Tí hevur Kringvarpið brotið punkt 3.7 í leiðreglunum um góðan fjølmiðlasið, sum siga, at brot úr samrøðum eigur at endurspegla áskoðanina hjá viðkomandi í samrøðuni. Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum sigur, at blaðið hevur upptøkur, har Bjarni Hammer sjálvur sigur seg kunna og vilja skaffa hassj frá einum navngivnum manni til ungar kvinnur. Men blaðstjórin vil ikki siga, hvønn leiklut Miðlahúsið hevði, tá telefonsamrøðurnar vórðu gjørdar ella í hvørjum sambandi Bjarni Hammer skal hava sagt seg kunna skaffa hassj. Kringvarpið hevur mangar ferðir, síðani søgan kom fram, roynt at fingið Bjarna Hammer at gera samrøðu um hesar spurningarnar. Eisini nú seinnapartin men tingmaðurin svarar í stuttum tekstboðum soleiðis Eg vil ikki gera viðmerkingar til spurningarnarnar, tí teir eru kliptir burtur úr einum nógv størri samanhangi. Eg komi við mínum egnu viðmerkingum til alt málið, og tá komi eg eisini inn á hasi viðurskiftini . Sosialurin valdi at melda málið til løgregluna, sum kannaði tað, men mánadagin boðaði Statsadvokaturin frá, at kanningarnar vórðu steðgaðar. Teir hava hava hagapartar í økinum, har matstovan skal verða. Men Poul Adrian í Homrum og Erik Heinesen vóru ikki hoyringarpartar á ástaðarfundinum, ið Yvirfriðingarnevndin helt í sambandi við matstovuætlanina hjá KOKS Frammi við Gjónna. Tríggir festarar eru við Leynavatn Kollfarðamegin. Á ástaðarfundinum, sum Yvirfriðingarnevndin helt herfyri, var bert ein av teimum innkallaður saman við Búnaðarstovuni, har høvi varð at siga sína meining um ætlanirnar hjá KOKS at hava matstovu í húsinum hjá Betri Frammi við Gjónna. Poul Adrian í Homrum, ið umsitur Hamrahaga, har sandurin gongur ígjøgnum, varð ikki innkallaður. Sjálvur metir hann, at hann átti eitt pláss á fundinum. Erik Heinesen, sum umsitur Leynahaga frammanfyri húsini, har vegurin niðan til húsini fer í gjøgnum, metti seg eisini eiga ein sess á fundinum. Tróndur Leivsson sigur, at ferðslan á sandinum, ið er økið hjá Poul Adrian í Homrum, allarhelst ikki økist meir, enn hon longu er nú, men at tað sakar einki, at eisini hann sleppur framat at siga sína hugsan. Tó er hann ikki bangin fyri, at tað fer at hava stór árin á náttúruna, tá matstovan flytir inn, tí har eru longu nógvir bilar frammanundan. Samstundis hevur KOKS lagt fram, at tað verður til dømis ikki loyvi at koma til við privatbilum, og tí verður ferðslan skipað betur, enn hon er nú. Tað siga bæði Fiskivinnuráðið og Reiðarafelagið, sum vilja hava grundgeving frá Fiskimálaráðnum viðvíkjandi afturlatnari uppboðssølu av rættindum at veiða svartkjaft, norðhavssild, makrel og tosk í Barentshavinum. Ætlanin er at skipa fyri afturlatnum heldur enn opnum uppboðssølum. Men Fiskivinnuráðið vil hava Fiskimálaráðið at grundgeva betur fyri, hví tey hava valt at brúka afturlatnar uppboðssølu, heldur enn eina opna uppboðssølu. Fiskivinnuráðið mælir til, at uppboðssølurnar verða opnar, har møguligir keyparar hava ein betur møguleika at fylgja við gongdini á uppboðssøluni, sigur Jóanna Djurhuus, forkvinna í Fiskivinnuráðnum. Stefan í Skorini vísir á, at í eini opnari uppboðssølu er tað opið hjá luttakarum at síggja, hvussu nógv ein bjóðar uppá eina givna nøgd. Vansin við eini afturlatni upboðssølu, sambært Stefan í Skorini, er, at nógvir upplýsingar mangla hjá teimum, ið bjóða á uppboðssøluni. Hoyringsfreistin til kunngerðina er úti í morgin, 15. mars. Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, vil ikki gera viðmerkingar til málið, meðan kunngerðin er til hoyringar. Bretland gjørdi í gjár av at vísa 23 russiskum diplomatunum av landinum, eftir at ein fyrrverandi rusisskur njósnari og dóttir hansara vórðu eitrað av nervagassi í bretska býnum Salisbury. Støðan hjá báðum er álvarslig. Bretski forsætisráðharrin, Teresa May, segði í bretska parlamentinum í gjár, at teir 23 russisku diplomatarnir hava eina viku at fara av landinum. Í oktober varð navnakapping skrivað út, og tá freistin at lata uppskot inn var farin, vóru 157 uppskot komin inn. Starvsnevndin, sum fekk uppgávuna at umsita navna og búmerkjabroytingina, tók eftir gjølla umhugsan undir við at leggja navnið MEGD fyri eykaaðalfundin saman við nýggja búmerkinum. Tað vóru tvey, sum sendu sama uppskot inn. Tey vóru Hilmar Eliasen og Dorrit Olsen. M.a. grundgóvu tey við, at MEGD merkir megi og styrki og setir fokus á møguleikarnar hjá einstaklinginum og felagnum heldur enn forðingarnar. Orðið er stutt og lætt. Orðið hevur ikki serføroyskar bókstavir, sum ger tað lættari við telduposti, heimasíðu og altjóða samstarvi. Búmerkið hevur Else Sjúrðaberg, grafikari, gjørt eftir áheitan frá starvsnevndini. Megd er stórt meginfelag, í felagnum eru 24 limafeløg, sum hava 4.000 limir. Meginfelagið hevur havt navnið MBF síðani 1981, tá tað varð stovnað. Heri Norðberg, ferðslusamskipari hjá Strandferðsluni, segði við tíðindasendingina klokkan 7, at veðrið darvar siglingina hjá strandferðsluni í morgun. Vegna vánaligt veður siglir Ternan ikki túrin úr Tórshavn klokkan 12.30. Eftir ætlan siglir Ternan tó aftur klokkan 16.20 og síðani eftir ferðaætlan. Eftir ætlan verður siglingin hjá Smyrli tikin upp aftur klokkan 13.30, men Heri Norðberg sigur, at siglilíkindi har suðri eru øgiliga ring. Løgtingið skal í dag viðgera uppskotið hjá Miðflokkinum um at hava vegleiðandi fólkaatkvøðu um hjúnarbandslógina, eftir at lógin er varð broytt, so tvey av saman kyni kunnu vígast borgarliga. Eisini skal tingið viðgera uppskotið frá Poul Michelsen, landsstýrismanni, um at seta UNESCO sáttmálin um verju av siðaarvi heimsins frá 2003 í gildi í Føroyum. Dømi um siðaarv føroyinga eru føroyski dansurin, kvæðini, føroyskt bátasmíð og siðir í sambandi við tilfeingi í sjógvi og á landi, verður sagt í viðmerkingum til uppskotið. Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður fyri Javnaðarflokkin, Tórbjørn Jacobsen, fyrrverandi landsstýrismaður fyri Tjóðveldi, og Bjarni Djurholm, fyrrverandi landsstýrismaður fyri Fólkaflokkin, meta um politiska støðuna. Á Sosialinum vilja tey einki siga um, hvussu tey fingu fatur í telefonsamrøðunum, har Bjarni Hammer skal hava sagt seg kunna skaffa hassj. Eg fari ikki út at greiða frá okkara arbeiðsmetodum í hesum málinum her, vit hava gjørt okkara kanningararbeiði ógvuliga væl, sigur Eirikur Lindenskov, ábyrgdarblaðstjóri. Nakað av broytingum hava verið hjá Strandferðsluni í dag. Heri Norðberg, ferðslusamskipari hjá Strandferðsluni, segði við tíðindini klokkan 9, at nakrar broytingar vóru í dag. Teistin byrjar siglingina klokkan 12.30 úr Skopun. Fyrsti túrur verður um Hest. Fram til 17.20 verður siglt eftir ferðaætlanini, og so leggur hann í Skopun eftir síðsta túrin klokkan 17.20 av Gomlurætt, sigur Heri Norðberg. Ternan hevur avlýst túrin klokkan 12.30 av Havnini. Kanska verður onkur broyting aftur seint í kvøld frá Ternuni, og tað er støðan fyribils. Smyril siglir heldur ikki fyribils. Eftir ætlan verður siglingin hjá Smyrli tikin upp aftur klokkan 13.30, men Heri Norðberg sigur, at siglilíkindi har suðri eru øgiliga ring. Eivind Weyhe arbeiddi í lestrartíðini sum hjálparmaður hjá Napoleon Djurhuus, magistara, úr Porkeri, ið saman við Christiani Matras stóð fyri at geva út stóra savnið Føroya kvæði. Har fekk Eivind hug at skriva spesiali um Hentze savnið hjá Jóannesi í Króki á Sandi. Ætlanin varð løgd fyri íslendska professaran Jón Helgason. Men hann segði nei, tí avrátt var, at Chr. Matras skuldi viðgera hetta evni. Tí hálsaði Eivind um og skrivaði serritgerð um føroyska táttayrking, ið var megininnihaldið í 6. og seinasta bindi av Føroya kvæði. Eivind Weyhe hevur undirvíst á Fróðskaparsetri Føroya síðani 1980. Árini frá 1983 til 1998 umboðaði hann Fróðskaparsetrið í eini verkætlan hjá danska generalstabinum at gera nýggj kort ella máliborðsbløð fyri Føroyar. Hansara lutur var at meta um staðanavnatilfarið, ið skuldi á kortini. Navnagransking fevnir vanliga um fólkanøvn og staðarnøvn, men onnur nøvn eru eisini áhugaverd, eitt nú miðanøvn og nøvn á seyðafylgjum. Klangers røðin vann BAFTA heiður sum besta teknifilmsrøð fyri børn undir skúlaaldur í 2015. Nýggj røð frá BBC við føroyskari frásøgurødd. Leygardagin verður nýggja ítrottar og bygdarhúsið í Hólmanum á Eiði tikið í nýtslu. Í húsinum er eitt nýtt, stórt venjingarhøli til øll at brúka og ein stór samkomuhøll, sum tekur umleið 300 fólk. Morgunsendingin tosaði við Jógvan í Skorini, og samrøðan er eitt dømi um, at tá ið tað er beinleiðis útvarp, so gongur ikki altíð sum ætlað. Madurin aftanfyri ordabókina, Rólant í Skorini, id er lektari í fronskum og Hanna Jensen, magistari í fronskum og føroyskum, franskur konsul og løgtingskvinna fyri framsókn, vitja í Nón, har tey greida frá orðabókagerðini og týdninginum av henni fyri næmingar, lærarar, fyri onnur áhugadi og fyri føroysku mentanina og samfelagið. Rannvá Holm Mortensen, listakvinna og høvundi gav út í januar mánaði yrkingasavnið, Sólsmakkur. Bókmentafrødingurin og høvundin, Jógvan Isaksen ummælir savnið. 11. mars rundaði høvundurin, S lrún Michelsen tey sjeyti. Urd Johannesen frá Farlit, Niels Jákup Thomsen stjóri á Bókadeild Føroya Lærarafelags og Jógvan Isaksen, høvundi og bókmentafrødingur, taka samanum og viðgera bókmentirnar hjá Sólrúni, id fevna um barnabókmentir, skald og stuttsøgur, yrkingar og sálmar, eins og hon er týdd til millum annað týskt, norskt og danskt. Tjóðsavnið er nýggjur stovnur, eftir at Søvn Landsins er nidurlagt. Herleif Hammer, stjóri á Tjóðsavninum kemur at greida frá arbeidinum og týdninginum av stovninum, eins og hann greidur frá, hvussu stovnurin er skipaður og hvussu hann virkar. Hvørjar framtídarætlanir eru fyri stovnin, og hvørjar spennandi verkætlanir liggja fyri framman. Blái Krossur vil gjarna røkka Suðuroynni eisini, og fyri einum ári síðani heittu suðringar á Bláa Kross um at lata upp sølubúð har. Tað er lættari at fara í gongd við virksemið har suðuri, tá lokalu styrkirnar ynskja tað, sigur Petur Jákup Petersen, aðalstjóri í Bláa Krossi. Ætlanin er eisini at hava bólkaarbeiði millum børn og ung eftir summarfrítíðina. Hetta fyribyrgingararbeiðið er fyri børn og ung, sum vaksa upp í heimum við rúsdrekka. Men enn er ikki greitt, um maðurin er deyður av ferðsluóhappinum. Sambært løgregluni, so bendir okkurt á, at maðurin hevur fingið dánilsi, meðan hann koyrdi bilin. Tað var um 17 tíðina í gjár, at ein bilur rendi á tvær kvinnur, ið gingu á gongubreytini við Jónas Broncskgøtu beint við Fróðskaparsetrið. Kvinnurnar vórðu báðar koyrdar á Landssjúkrahúsið. Astrið Foldarskarð hevur livað eina tilveru, ið hevur verið merkt av strembanini eftir at vera best. Hon hevur verið elitu svimjari og luttikið í donsku vakurleika kappingini Miss Danmark . Hon er tó ikki liðug at kappast, tí í næstum fer hon í holt við eina nýggja verkætlan. Anna er nýggja gentan í flokkinum. Hon sigur ongantíð nakað. Ein dagin spæla vit teskispæl og vilja hava Onnu við. Anna teskar Pápi mín slær meg. Sofía Nolsøe lesur og Paulina Slættanes týddi úr donskum. Anna er nýggja gentan í flokkinum. Hon sigur ongantíð nakað. Ein dagin spæla vit teskispæl og vilja hava Onnu við. Anna teskar Pápi mín slær meg. Sofía Nolsøe lesur og Paulina Slættanes týddi úr donskum. Krígsbørnini fyrra sending. Hundraðtals føroyskar kvinnur gingu saman við bretskum hermonnum undir seinna heimsbardaga. Nógvar giftust í Onglandi, men hjá øðrum gekst verri. Tær bíðaðu, men hermaðurin kom ikki aftur. Ofta vistu tær ikki at siga frá hesum monnunum. Kanska var hann fallin á hermótinum, ella eisini vildi hann ikki koma aftur til kvinnuna, sum hann hevði gingið saman við í Føroyum. Eftir stóðu tær mongu einligu mammurnar og ikki minst børnini við spurningunum. Fleiri av krígsbørnunum vóru illa happaði, bæði av børnum og vaksnum. Mong bíðaðu í fleiri áratíggju við at leita eftir sannleikanum um pápan, sum ikki kom aftur til Føroyar eftir kríggið. Varðin rindaði 140 milliónir krónur fyri høvuðssætið, sum er 78 milliónir krónur meira, enn Fíggjareftirlitið annars hevði virðismett tað til. Felagið hevur nú alment broytt viðtøkurnar, soleiðis at endamálið við Varðanum ikki longur bara er fiskivinna og fiskiídnaður, men eisini at eiga fastogn, at leiga út og hava aðra vinnu í hesum sambandi. Tá hugt verður eftir úrslitunum í landskappingardystum millum hesi bæði í Runavík seinastu fimm árini, talar nógv fyri einum NSÍ sigri. Frá 2013 til 2017 hava NSÍ og KÍ spælt átta landskappingardystir í Runavík. NSÍ hevur vunnið fimm, tveir eru endaðir við javnleiki og KÍ hevur vunnið ein. Í miðal eru skorað 3,75 mál pr. dyst í hesum tíðarskeiðnum. 17.04.2017 NSÍ KÍ 2 2 11.09.2016 NSÍ KÍ 2 0 03.05.2015 NSÍ KÍ 3 0 27.09.2015 NSÍ KÍ 4 1 03.05.2014 NSÍ KÍ 1 1 05.10.2014 NSÍ KÍ 2 0 16.03.2013 NSÍ KÍ 2 3 15.09.2013 NSÍ KÍ 4 3 Síðst NSÍ og KÍ møttust í Runavík endaði dysturin við 2 2 javnleiki. Ein av mest undirhaldandi dystunum millum NSÍ og KÍ í hesum tíðarskeiðnum var í 2013, tá NSÍ vendi 1 3 til 4 3. Hetta er spurningurin, tey trý, Fríði í Geil Jensen, Marie Lundby Spangg rd og Sophie Amalie Lykke Poulsen, hava kannað í serritgerð í sosialvísindum. Sjúklingarnir í kanningini siga, at tað hevur stóran týdning at hava fylgjara við sær uttanlands, men tey hava onkuntíð ilt við at skilja, hví summi fáa fylgjara og onnur ikki. Kanningin vísir eisini, at fleiri og fleiri føroyingar leita sær viðgerð á privatsjúkrahúsi uttanlands ella tekna sær trygging við tí endamáli at tryggja seg móti bíðitíð og fyri at fáa skjóta viðgerð. Men tey lata væl at sjúklingahotellinum, Hotel Tórshavn. Tey siga, at tað hevur stóran týdning fyri trivnaðin og sjúkragongdina, at man hevur eitt trygt stað, sum Hotel Tórshavn, at fara til. Í góð 10 ár hevur Føroya Banki hevur verið friðaður fyri vinnuligan fiskiskap. Nú eru fleiri røddir frammi, at har ýður í fiski og mælt verður til, at bankin verður latin upp fyri vinnuligum royndarfiskiskapið. Kristian Martin Peternsen, frá felaginum Línuskip, Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni og Høgni Hoydal Landdstýrismaður í fiskivinnumálum skifta orð, hvat skal gerast við Føroya Banka. Hevur sambandsflokkurin valt eina meira konservativa kós Nú flokslimirnir hava vrakað Magna Laksafoss og valt Helga Abrahamsen til næstformann í flokkinum. Tað er evnið í eygleiðingini. Og eygleiðararnir Georg Lindenskov Petersen og John Johannesen. Hvussu uppliva føroyskir sjúklingar at verða viðgjørdir uttanlands Nýggj kanning vísir, at føroyskir sjúklingar hava relativt lítið álit á tað føroyska sjúkrahúsverkið, sjúklingajournalar koma ikki fram ella hvørva, føroyingar leita sær meiri og meiri á privatsjúkrahús, men at tey er væl nøgd við Hotel Tórshavn. Fríða í Geil Jensen, ið er ein av teimum sum hevur gjørt kanningina, greiðir frá, um tær avbjóðingar føroyskir sjúklingar uppliva uttanlands. Vel Føroyar er heitið á tiltakið sum verður í Norðuratlantsbryggjuni. Vit tosa við fyriskipara, hvat endamálið er við tiltakinum. Seinastu tvey árini er talið av hyggjarum, sum velja at stroyma sendingar okkara, vaksið við rúkandi ferð. Tíverri hevur tað havt við sær, at stroymingin hevur verið óstøðug. Trupulleikin við óstøðugum stroymi sæst serliga, tá ið Dagur og Vika er á skránni. Kringvarpið hevur fingið nýggja og munandi máttmiklari útgerð, sum er av sama slagi sum gamla útgerðin. Fyrr í ár varð nýggja útgerðin sett til og tikin í nýtslu, men tað vísti seg skjótt, at trupulleikar vóru við óstøðugum sambandi. Vit hava eina tíð arbeitt saman við veitaranum við at loysa trupulleikan, men hetta er ein trupul tilgongd. Sangirnir, ið royna seg ígjøgnum Nálareygað, eru hesir. Tá ið eg síggi teg við Inga Poulsen. 19. januar boðaði KOKS frá, at matstovan, sum undanfarnu árini hevði verið í Kirkjubø, hevur fingið nýggja adressu. KOKS fór úr Kirkjubø til Leynavatn. So kom røringur í. Fyrst hevði Tórshavnar kommuna onga umsókn fingið um, at matstova skuldi vera Frammi við Gjónna. Tað hevði Yvirfriðingarnevndin heldur ikki. Síðani gjørdi Føroya Sílaveiðufelag greitt, at tey ikki góðtóku, at KOKS fór at kokkast við Leynavatn. Tungur burður hjá KOKS, men nú hava bæði Yvirfriðingarnevndin og byggi býarskipanarnevndin hjá Tórshavnar kommunu givið grønt ljós og KOKS letur tí upp sum ætlað 10. apríl. Búnaðarstovan manglar enn at hoyra ein bónda í málinum, men tann hoyringin broytir einki í málinum og tí gevur Búnaðarstovan KOKS grønt ljós, sigur Tróndur Leivsson, stjóri á Búnaðarstovuni. Felagið vil hava sersáttmála við Føroya Fiskimannafelag, sum skal vera galdandi fyri útlendingarnar, sum sigla við teirra skipum. Fiskimannafelagið heldur, at antin rindar Frakt og Sand útlendingum somu løn sum føroyingum, ella skal Frakt og Sand flyta sítt virksemi úr Føroyum. Í kvøld byrjar ein nýggja barnarøðin Vinus og Vimús í sjónvarpinum. Morgunsendingin tosar við Páll Danielsen, sum hevur skriva handritið, og Rasmus Vigant Samuelsen, sum spælir Vinus í nýggju barnarøðini. Vit vóru í kamarinum hjá Vinusi og heilsaðu uppá Vinus, og Vimús kagaði eisini fram at siga hey. Í sendingini Vinus og Vimús hitta vit fitta vinin Vinus, sum dugir væl at finna uppá og siga frá. Í eini holu inni hjá Vinusi býr Vimús. Vinus og Vimús er vinir, hóast Vimús er ein mús. Tað verða sendar 7 sendingar fram til summarfrítíðina. Jonna Fritsdóttir Mortensen hevur samskipað. Hvørja ferð finna Vinus og Vimús uppá okkurt nýtt at vísa øllum. Sumt er torført at gera, sumt er torført at finna og sumt er nokkso torført at siga. Alla tíðina ber til at læra seg at siga øll orðini, hóast tey eru torfør. Og hvørja ferð verður ein nýggjur sangur við ein góður barnasangur, til øll, sum tíma at lurta. Eisini bamsurnar. Beint aftaná Vinus og Vimús verður sendingin Klangarnir eisini send. Tað er eisini ein nýggj røð við føroyskari talu, sum er frá BBC. Barnarøðirnar báðar leggja dent á málmenning og at læra barnagarðsbørn gott og rætt føroyskt. Partarnir fara eisini at liggja á heimasíðuni hjá Kringvarpinum, inni á kuldakrákuni. Kristian Martin Petersen, reiðari á línuskipinum, Sandshavi, og limur í felagnum, Línuskip, segði seg vera sera spentan um ætlanirnar at lata eitt línuskip royndarfiska á bankanum. Tað hevði verið sera áhugavert at latið eitt línuskip fiska nakrar dagar á bankanum, bara fyri at vita, hvussu støðan er, sigur Kristian Martin Petersen. Fáa svar í næstum Í næstu viku fer havrannsóknarskipið hjá Havstovuni, Magnus Heinason, at royna á bankanum, har tíðindi hava gingið um, at yðjandi fult er av fiski. Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni, er eisini spentur upp á úrslitini Vit hava ongan áhuga í, at bankin er stongdur í allar ævir. Um fiskur er, og tá verður serliga hugsað um tosk, fara vit sjálvandi at mæla til, at Føroya Banki letur uppaftur, sigur Eilif. Fyri, at Havstovan skal geva eitt slíkt tilmæli, so krevst, at toskastovnurin kemur upp á eitt miðalstøði á bankanum. Har manglar eitt sindur í enn, áðrenn tað kemur upp á tal, vísa tøl frá Havstovuni. Skip sleppa aftur á bankan Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, er jaligur fyri at loyva vinnuligum royndarfiskiskapi á bankanum í samstarvi við Havstovuna. Eg eru fullgreiður yvir, at gera skipini góðar túrar á bankanum, so fer at koma eitt øgiligt trýst, bæði frá politikarum og vinnuni, men eg havi ongar ætlanir um at lata bankan upp til vinnuligan fiskiskap, fyrr enn eitt tilmæli liggur frá Havstovuni um hetta. Lurta eftir orðaskiftinum, har teir tríggir, Høgni Hoydal, landsstýrismaður, Kristian Martin Petersen, reiðari og Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni, skifta orð um Føroya Banka. Sigbritt við Neyst er sálarviðgeri. Hon hevur skipað fyri stórari ráðstevnu, sum viðgerð sálarløst trauma. Tíðin lekir ikki øll sár, tí kanning vísir, at leggur tú lok á minnnir frá harðligum barndómi, ella øðrum sálarligum løstum og kvøkkir, so seta teir seg fastar. Og kroppurin minnir teg á hendingarnar og soleiðis kunnu slík ógvuslig minnir fylgja tær og fjøtra teg og fara víðari til komandi ættarlið. Ætlanin er ikki, at tað skal gerast trupult, umsitingarliga tungt ella kostnaðarmikið hjá myndugleikanum at fáa fatur í tilfari, um tað er í ymiskum londum. Ella um tann, sum er undir eftirliti, ikki vil samstarva við føroyskar myndugleikar. Tá eigur at bera til, at tilfarið verður sent myndugleikunum. Vinnunevndin hevur skrivað seinna álitið um uppskotið um bókhaldslógina, sum Poul Michelsen, landsstýrismaður, legði fram fyrst í november. Mett verður, at lættari er fyri vinnuna, um føroyska bókhaldslógin er í samsvari við ta lóggávu, sum er galdandi í grannalondunum. Hon mælir tí til, at krøvini hóska til støddina hjá føroyskum fyritøkum og, at tey verða umsitin á so smidligan og einfaldan hátt sum gjørligt. Pauli Magnussen, leiðari í ungdómshúsinum í Vestmanna, sigur frá, hvussu lívið er í bygdini, og um at sjónleikur í næstum fer at vera í Vestmanna. Felagið sigur, at limur í felagnum, sum hevur arbeitt í 37 ár, fær 19.600 krónur um mánaðin í pensjón afturat grundupphæddini í fólkapensjónini. Eitt nú vilja tey hava framsýningarhøli í miðbýnum í Havn, so fleiri lættari kunnu støkka inn á gólvið at læra um okkara ríku mentanarsøgu og náttúruríkidømi. Sambandsflokkurin er ein konservativur flokkur og tað haldi eg eisini, at flokkurin vísti, tá ið flokkurin valdi Bárð til formann, leggur hann afturat. Eg eri ikki ósamdur, men eg haldi at hetta er eitt signal úteftir, at flokkurin hevur valt eina konservativa kós, sigur Georg L. Petersen. Eygleiðingin, í sendingini Nón, snúði seg um, hvørt Sambandsflokkurin hevði lagt seg á ein meira konservativan vong, tá ið tey á landsfundinum vrakaðu Magna Laksafoss og valdu Helga Abrahamsen til næstformann. Eins og nevaleikarin Rocky Balboa fór í fjósið at fyrireika seg til nevadystin móti russiska Ivan Drago, eru Jákup Veyhe og Sjúrður Skaale fluttir inn í ein kjallara í Kardamummubýnum í Havn at finna uppá góð hugskot og at venja tey til framførslurnar, sum verða í Norðurlandahúsinum í næstu viku. Hildur Hentze, dagligur leiðari á kriminaldeildini, sigur, at kanningarnar vísa, at maðurin er farin til gongu eftir gamla Toftanesvegnum móti Gøtu. Har var hann áhaldsin, datt og fekk opið skallabrot. Hann er dottin oman í Breiðá og er síðani gliðin á sjógv. Tað var sunnumorgunin, at løgreglan fekk boð um, at ein maður var funnin deyður í sjóvarmálanum við Breiðá, sum er millum Fuglafjørð og Kambsdal. Tað hevur vakt ansa, at starvslønirnar, sum Mentanargrunnurin lat í ár, vóru í stóran mun latnar teimum væl etableraðu og kendu listarfólkunum. Og herfyri kunngjørdi Norðlýsið eitt yvirlit, ið varð ein topp 20 listi yvir tey, ið hava fingið flestar starvslønir seinastu árini. Bloggarin hjá blaðnum, Sólfinn Hansen, heldur, at Mentanargrunnurin átti at tora í størri mun at satsa uppá tey nýggju nøvnini, sum enn ikki hava fingið flog. Vinus og Vimús heilsa upp á hvønn annan, og uppá øll, sum tíma at hyggja. Teir tosa um árstíðina. Og so dettur bókin Mussa Bjarna góða nátt, niður av hillini, og Vimús vil fegin lesa hana, og Vinus tímir væl at lurta. Vimús fer eitt ørindi og Vinus syngur Heystkanon. Vinus dugir at syngja og spæla ukulele. Tað skuldi bara vera fyribils. Men í dag, meir enn 20 ár seinni, kann staðfestast, at hølini eru bæði ótíðarhóskandi og liggja ópraktiskt fyri. Eitt talvborð frá víkingaøld og ikki minst sermerkti kongurin, ið fylgir við ein silvurskattur á Sandi tað, sum eftir er eftir at danir tóku sín part og ein bronsunál frá 10. øld, hvørs mynstur prógvar, at samband var millum Føroyar og Írland tá á døgum. Tað eru Irdi Jacobsen, borgarstjóri í Hvannasunds Kommunu, og Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu, sum kappast móti Eyðuni Eliasen, arkitekti, og Niels Winther, ráðgeva í Vinnuhúsinum, og harumframt eru bæði Eyðun og Niels sangarar í sangbólkinum Bollarnir. Tú kanst hoyra sendingina her Fyrsta innslag tekur støði í atfinningunum, sum hava verið mótvegis Mentanargrunninum, sum letur starvslønir til tey somu fólkini. Annað innslag er ein reportasja frá kjallara í Tórfinsgøtu í Havn, har Pipar og Salt fyrireika framførsluna í Norðurlandahúsinum. Í kvøld kl 21 verður forvitnislig konsert í Sirkus í Havn. Talan er um eitt verk eftir Heðin Ziska Davidsen, Reuben Fenemore úr Japan og Sarah Albu úr Kanada, sum kallast Rokkur . Tey trý fara at framføra verkið saman í Sirkus í kvøld. Vikuskiftissendingin hitti Heðin í Kommunuskúlanum, har hesin bólkurin júst hevði havt skúlakonsert. Hoyr Heðin greiða frá, hvussu, verkið varð til, hvat hugskotið er og hvussu tað tekur seg út í framførslu Leygardagin 17. mars hevur Føroya Symfoniorkestur sína várkonsert. Á skránni verða verk eftir Mozart, Beethoven og Barber. Dirigentur verður unga finska kvinnan, Eva Ollikainen. Solistur á hesi konsertini verður 31 ára gamli violinspælarin Jón Festirstein. Hetta er ikki fyrstu ferð, Jón hevur staðið fremst sum solistur saman við symfoniorkestrinum. Fyrru ferð var, tá hann var bara 15 ára gamal. Tá spældi hann tónleik eftir Vivaldi Føroya Pedagogfelag hevði fund fyri limum sínum í Østrøm í Havn í gjár. Formaðurin í Føroya Pedagogfelag sigur, at fleiri av hjálparfólkunum, sum eru limir Pedagogfelagnum, fingu svar upp á síni ivamál. Føroya Pedagogfelag arbeiðir eisini fyri teirra áhugamálum, sigur hann. Hinvegin sigur Maybritt Jacobsen, forkvinna í nýstovnaða Hjálparfólkafelagnum, at einki nýtt kom undan kavi. Tí var tað, sambært henni, rætt at stovna nýggja felagið, sum arbeiðir fyri hjálparfólkunum og bara teimum. Sambært løgregluni, hevur maðurin játtað seg sekan. Maðurin hevur greitt frá, at hann hevði tørv á meiri linnandi heilivági eftir ein skaðatilburð, og tí breyt hann ikki og stjól heilivág. Einki av stolna heilivágnum er komið aftur í aftur. Sambært løgregluni, hevur maðurin greitt frá, at hann sjálvur hevur brúkt nakað av heilivágnum, og tað, sum hann ikki hevði brúk fyri, tveitti hann á sjógv. Maðurin er nú latin leysur aftur, meðan bíðað verður eftir, at málið kemur fyri í rættinum. Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara og Navigatørfelag, sigur, at felagið hevur í dag umrøtt, hvat felagið skal gera, um skip innan farmaflutning flyta úr føroysku FAS skipanini. Goymslan hjá savninum er full av føroyskum bátum, sum taka nógv pláss, og teir eiga at verða gagnnýttir betur, heldur Herleif Hammer, stjóri. Fráboðanin kemur í kjalarvørrunum av, at Bretland fyrr í vikuni vístu 23 russiskum diplomatum av landinum, aftaná eitt eiturálop á fyrrverandi russiska njósnaran, Sergej Skripal, og dóttrina, Juliu, í bretska býnum Salisbury 4. mars. Russland hevur higartil nokta fyri at hava nakað við álopið at gera, men Bretland hevur sett í verk revsitiltøk ímóti Russlandi. USA, Stóra Bretland, Frakland og Týskland sendu hósdagin út eina yvirlýsing, har tey vísa á, at tað er Russland, sum hevur skipað fyri eiturálopinum. USA, Stóra Bretland, Frakland og Týskland sendu hósdagin út eina yvirlýsing, har tey vísa á, at tað er Russland, sum hevur skipað fyri eiturálopinum á fyrrverandi russiska njósnaran, Sergej Skripal, og dóttrina, Juliu, í bretska býnum Salisbury 4. mars. Bretland hevur í kjalarvørrunum av eiturálopunum sett í verk revsitiltøk ímóti Russlandi, har millum annað 23 russiskar diplomatar eru sendir av landinum. Í dag boðaði Russland frá, at teir senda 23 bretskar diplomatar úr Russlandi. Russland hevur higartil noktað fyri at hava nakað við álopið at gera. Tað var sunnumorgunin, at løgreglan fekk boð um, at ein maður var funnin deyður í sjóvarmálanum við Breiðá, sum er millum Fuglafjørð og Kambsdal. 47 ára gamli maðurin, sum sunnumorgunin varð funnin í sjónum í Fuglafirði, doyði av skallabroti. Tað sigur løgreglan, eftir at líkskoðan hevur verið av manninum. Hildur Hentze, dagligur leiðari á kriminaldeildini, sigur, at kanningarnar vísa, at maðurin er farin til gongu eftir gamla Toftanesvegnum móti Gøtu. Har var hann áhaldsin, datt og fekk opið skallabrot. Hann er dottin oman í Breiðá og er síðani farin á sjógv. Á valinum í 2013 bleiv forsetin tó ikki einmælt valdur, eins og nú. Tá atkvøddi ein limir í parlamentinum ímóti og trý atkvøddu blankt. Tó hevði Jinping forseti eisini stóra undirtøku tá. 99,86 prosent av parlamentinum atkvøddu fyri. Fryi at verkætlanin skal gerast veruleiki, er neyðugt, at landið skjótt tekur støðu til, hvussu økið skal skipast, heldur Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu. Annars vóru spurningarnir um man verður eydnusamur av at keypa list, ella um man ikki fær tað betri, um man gevur peningin til vælgerandi endamál, og um tað er ófólkaligt at siga frá, um onkur nýtir fartelefonir til kosertir og í biografi. Í panelinum vóru Dánjal Samuelsen, Theresa Turidardóttir Kreutzmann og Eiler Fagraklett Tíggju nummarplátur eru kliptar. Hetta verður gjørt, tá løgreglan hevur fingið boð frá Akstovuni um, at eigarin av bilinum ikki hevur rindað trygging, vegskatt ella ikki verið til sýn. Talan var í báðum førum um støður, har løgreglan kom í millum fólk, sum vóru um at fara til hendurs. Hetta var tó steðgað áðrenn, og tí er einki harðskapsmál skrivað. Ein nýggjur máti at bólka sukursjúku, eisini nevnt diabetes, kann vera við til, at tað í framtíðini verður lættari at viðgera fólki við sukursjúku. Tí nú hava norðurlendskir granskarar funnið útav, at sukursjúka kann býtast í fimm bólkar. Áður hevur mann tosað um tvey sløg av sukursjúku Týpa 1 og týpa 2. Hetta er slóðbrótandi gransking og úrslit á hægsta altjóða stigi. Tað er eingin ivi um, at tey fólkini, sum hava diabetes, og læknarnir, ið lesa um hetta, fara at hugsa, um veruleikin ikki eitt sindur øðrvísi, enn mann higartil hevur hildið, sigur Niels Ejskjær, sum er kliniskur professari á Steno Diabetes Center Nordjylland á universitetessjúkrahúsinum í Aalborg. Kanningin vísir millum annað, at í einum av teimum fimm bólkunum er sjónin meira ávirkað, enn hon er í hinum fýra bólkunum. Og í einum øðrum bólki var vandin størri av at nýraskaðar, sigur Niels Ejskjær, professari. Umfatandi kanningin um sukursjúku er gjørd á hægri lærustovnum í Svøríki og Finnlandi. Tilsamans 14.775 fólk við sukursjúku hava luttikið í kanningini. Hennara Hátign Krunprinsessan hevur í eina tíð havt trupulleikar við heilsuni og skal skurðviðgerðast mánadagin, sigur norska kongshúsið. Seinnu árini hevur Landsverk regluliga skipað fyri venjingum í tunlum í Føroyum. Millum annað hava venjingar verið í tunlunum Norður um Fjall, Leynatunlinum, Kollfjarðartunlinum og Norðskálatunlinum. Tey, ið luttóku í sjálvari venjingini, vóru Klaksvíkar Sløkkilið, Politiið og Sjúkraflutningstænastan. Harafturat vóru eisini eygleiðarar við fyri teir ymisku innsatspartarnar. Bólkurin, sum stóð fyri venjingini fer nú at viðgera eygleiðararfrágreiðingarnar og gera eina felags niðurstøðu saman við innsatspørtunum. Felagið varð stuðlað av Robert Mercer, sum er ein av teimum, sum letur flest pengar til Republikanska flokkin í USA. Sambært The Observer stýrdi Steve Bannon, sum var ráðgevi hjá Trump í Hvítu húsunum, eitt skifti Cambrigde Analytica. Orsøkin til, at felagið nú er strikað av Facebook, er, at tey stjólu upplýsingar frá 50 milliónum Facebook brúkarum. 50 milliónir svarar til triðja hvønn amerikanara, sum er á Facebook. Talan er um higartil størsta ránið av dátum á Facebook. Endamálið var at síggja og ávirka, hvar amerikanskir veljarar fóru at seta sín kross á valinum í november í 2016. Sambært Reutes fer høvuðsákærin í Massachusetts, Maura Healey, er ein kanning sett í verk eftir avdúkingarnar hjá New York Times og The Observer. Fríggjadagin tók altjóða fótbóltssambandið, FIFA, avgerð um at brúka videodómaraskipanina, VAR, til HM endaspælið, sum verður í Russlandi í summar. Videohjálpin hevur annars fingið nógvar atfinningar, men í sambandi við ein fund í Bogota í Kolumbia fríggadagin, fortaldi FIFA forsetin, at skipanin verður brúkt til HM endaspælið í fótbólti. Vit eru noydd at fylgja við tíðini. Vit vilja geva dómarunum amboð til at taka betri avgerðir, og í sambandi við HM verða týdningarmiklar avgerðir jú tiknar, sigur Gianni Infantino við BBC. Einki av mótvalevnunum er mett at fáa meiri enn 10 prosent av atkvøðunum. Hinvegin bendir alt á, at Vladimir Putin fer at fáa væl meiri enn 50 prosent av atkvøðunum. Og fær hann tað, verður ikki neyðugt við eini øðrum umfari. Av tí, at eingin spenningur er um sjált valúrslitið, eru fólk mest spent upp á vallutøkuna. Myndugleikarnir bera banga fyri, at tá eingin ivi er um úrslitið, missa fólk hugin at fara á val. Og ein lág valluttøka kann tulkast sum eitt tekin um, at russarar hava mist trúnna á forsetan, politikk hansara og skipanina sum heild. Danmarks Radio skrivar, at málið hjá Kreml hevur verið 70 70. Altso at forsetin sjálvur skuldi fáa minst 70 prosent av atkvøðunum, og valluttøkan skuldi vera tað sama, minst 70 prosent. Tveir venjingardystir eru á skránni. Hósdagin spæla Føroyar móti Lettlandi og sunnudagin, um eina viku, er mótstøðuliðið Liktinstein. HB vann tvey 2 1 á Víkingi. B36 vann 2 0 á Skála móti Skála Suðringar vunnu á útivølli 2 1 í móti 07 Vestur KÍ vann somuleiðis á útivølli í móti NSÍ og so spældi EB Streymur og AB málleysan javnleik á Hólmanum á Eiði. Venjingarlegan hjá fótbóltslandsliðnum hevur við sær, at tað ikki verður nakar landskappingardystur aftur fyrr enn 2. páskadag, sum er mánadagin 2. apríl. Sálmarnir, ið sungnir verða eru, fyri prædiku, eru nummar 92 Góð tann mariumessa var, 14 Lat sálmin frá tí lága 185 Hin heilaga krossin frelsarin bar Og eftir prædiku. 109 Lov tær, Jesus, vár sangur ber 167 Harri, í hesi føstutíð Henning Fossing prestur prædikar, Dánjal Petur Hansen er deknur, við orglið situr Maria Nordendal og klokkari er Heðin Samuelsen Tøkningur í kirkjuni er Búgvi Øster Um hugt verður í álmanakkan sæst, at várjavndøgur er týsdagin 20. mars. Tað merkir, at dagur og nátt eru líka long, og at dagurin síðani er longri enn náttin. Men hyggur tú betur eftir, sæst, at dagurin í dag, sunnudagur, er longri enn náttin. Orsøkin er finna í lofthválvinum. Í stuttum kann sigast, at tað ber til at síggja sólina nakrar fáar minuttir, áðrenn hon rísur, og somuleiðis ber til at síggja seinastu sólstrálurnar í nakrar minuttir, eftir at sólin setur. Seinasta umfar í landskappingini var í gjár. Avgerandi dysturin um meistaraheitið millum Havnar Telvingarfelag og Sandavágs Talvfelag endaði javnur 2 2. Javnleikurin tryggjaði havnarmonnum FM heitið. Havnar Telvingarfelag fekk 31 stig, Sandavágs Talvfelag endaði nummar tvey við 29 stigi, og nummar trý í 1. deild gjørdist Klaksvíkar Talvfelag við 21 stigum. Helgi Dam Ziska, Olaf Berg, Martin Poulsen, Carl Eli Samuelsen og Sjúrður Thorsteinsson hava telvað flestu dystirnar á 1. liði hjá Havnar Telvingarfelag í vetur. Klaksvíkar Talvfelag vann 2. deild og fer tí at hava tvey lið í fremstu deildini næsta kappingarár. Talvfelagið Streymur vann 3. deild og flytur upp í 2. deild. Havnar Telvingarfelag var eisini føroyameistari í fjør, men fyri tað hevði Sandavágs Talvfelag verið føroyameistari fýra ár í eitt koyr. Leygardagin byrjar føroyameistarakappingin í talvi fyri einstaklingar. Telvað verður í Finsen í Havn. Føroyameistarin í fjør stórmeistarin Helgi Dam Ziska verður við aftur í meistarabólkinum. Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis og vinnumálum, hittir í morgin íslendska starvsbróður sín, Guðlaug ór órðarson, uttanríkisráðharra. Talan er um fyrsta stig í ætlaðari endurskoðan av Hoyvíkssáttmálanum, millum annað fyri at tryggja samljóð millum sáttmálan og løgtingslógina um fyrisiting av sjófeingi. Endamálið við fundinum í morgin er at leggja fram føroyskt ynski um at gera broytingar í sáttmálanum og viðgera, hvussu tilgongdin at laga til Hoyvíkssáttmálan skal skipast. Búskaparliga grundarlagið í Íslandi og Føroyum er í stóran mun fiskivinna. Tað er tí natúrligt, at vit eru bæði samstarvsfelagar og kappingarneytar í senn. Viðhvørt stinga støður seg upp, har vit ikki er samd. Men sum næstu grannatjóðir hava vit sjálvandi nógv felags áhugamál, ið vit hava samstarvað væl um, sigur Poul Michelsen. Avbjóðingar eru í viðurskiftunum millum Føroyar og Ísland, bæði á handils og fiskivinnuøkinum. Landsstýrismenninir Poul Michelsen og Høgni Hoydal kunnaðu fríggjamorgunin Løgtingsins uttanlandsnevnd um viðurskiftini millum londini og tær tilgongdir, sum ætlanin er at fara undir í næstum, bæði viðvíkjandi Hoyvíkssáttmálanum og fyri at gera ein rammusáttmála um fiskiveiðisamstarvið millum Føroyar og Ísland. Valhølini í stóra landinum lata upp ymiskar tíðir á degnum. Eystast í landinum lótu fyrstu valhølini upp í gjárkvøldið, klokkan átta okkara tíð, og um sekstíðina í kvøld okkara tíð lata seinastu valhølini aftur. Av tí at tað longu er greitt, at Vladimir Putin heldur fram sum forseti, er úrslitið av valinum ikki nakað, sum hevur áhuga millum fólk. Ein høg valluttøka tryggjar Putin eitt gott umdømi og eftirmæli, meðan ein lág valluttøka kann tulkast beint øvugt, sigur Bjørn Kunoy. Hoyr samrøður, sum Jógvan Arge gjørdi við limir í Gonnuni, tá ið hesin bólkurin spældi til sín seinasta dans í Sjónleikarhúsinum í 1976. Umframt tað er nýggjari føroyskur jazztónleikur at hoyra. Sendingin varð send í spæl føroyskt vikuni hjá Kringvarpi føroya Tí hevur alheimsfelagsskapurin fyri kunningar og samskiftistøkni í heilsu, HIMMS, sett ein bólk av granskarum at finna útav, hvussu heilsuverkini í vesturheiminum kunnu blíva betri og bíligari. Í granskingartoyminum, sum verður nevnt Future50, eru 50 fólk í Europa, sum verða mett at hava størstan týdning fyri kunningar og samskiftistøkni í heilsu. Og millum tey 50 fólkini er Bogi Eliasen, sum er framtíðargranskari og arbeiðir á Center for Fremtidsforskning í Keypmannahavn. Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag hevur fingið nýggjan formann. Signar P. Dam, sum hevur verið formaður í felagnum seinnu árini, stillaði ikki uppaftur. Nývaldur formaður er Jens Arni Leo Hammerfoss. Hann er eisini formaður í Humanistafelagum. Millum teirra var løgmaður, Aksel V. Johannesen, landsstýriskvinnan Rigmor Dam og løgtingskvinnan Kristianna Winther Poulsen. Og so var løgtingsmaðurin og býráðspolitikarin Bjarni Hammer eisini á fundinum. Kristin Michelsen møtti tó ikki. Fleiri høvdu roknað við ósemjum og stríði á fundinum, tí Bjarni Hammer og Kristin Michelsen hava drigið hvør sína línu í býráðnum á Tvøroyri, men hetta mál varð so at siga ikki umrøtt á fundinum. Forsetin í Aserbadjan, Ilham Aliyev, heldur valúrslitið verða greitt tekin um, at russiska fólkið vil eisini hava lóg og landaskil í Russlandi næstu seks árini, sum fer at bøta um livikorini enn meira. Hava vit gjørt eitt mistak, verður tað rættað, sigur reiðarin á flakatrolaranum Ennibergi, nú gjørt er vart við vakmyndatól í verksmiðjuni umborð. Dátueftirlitið hevur onga formliga kæru fingið um vakmyndatólini í verksmiðjuni á flakatrolaranum Ennibergi og fær tí einki sagt um málið sum er. Men Dátueftirlitið setir seg inn í málið. Ein í manningini á Ennibergi, sum undirskrivar seg ein av gott 40 monnum, ið er undir eftirliti hjá P F Ennibergi sendi í gjárkvøldið eina kunning til Fiskimannafelagið, Fiskimálaráðið og fjølmiðlarnar um vakmyndatól í fabrikkini á Ennibergi. Tá mannningin mynstraði 24.januar, vóru vakmyndatól sett upp ymsa staðni í fabrikkini, millum annað yvir skráskerarunum, yvir reinskeringarborðunum og yvir pakkiborðinum. Hetta hendi, uttan at manningin fekk nakað at vita um tað frammundan, og uttan at nøkur kunning er um hví, og um hvør hevur atgongd til myndirnar, stendur í almannakunngjørdu kunningini. Mortan Johannesen, sum var reiðari á Ennibergi, váttar á Vágaportalinum, at vakmyndatólini eru har fyri at skiparin kann síggja, hvat hendir umborð. Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, sigur, at hann í morgun hevur skrivað til Dátueftirlitið og biðið um, at vakmyndatólini verða tikin niður, áðrenn Enniberg fer nýggjan túr í morgin. Fía Selma Nielsen, leiðari í Kundatænastuni í Betri Banka, vísir á, at fleiri feløg, sum leiga bilar út, krevja, at tú hevur eitt kredittkort, og góðtaka ikki, at tú ætlar at gjalda bilin við einum debitkorti sum Visa Dankort ella MasterCard Debit. Tískil er týdningarmikið at kanna, hvat slag av korti tín bilútleigari krevur, í góðari tíð áðrenn ferðina, soleiðis, at tú hevur rætta kortið við á ferðini. Undir valstríðnum hevur hann ferðast í 18 landspørtum, og hann hevur havt eina greiða fatan av, at fólk vilja hava broytingar, tí tey hava ikki álit á politisku skipanini. Tað er eisini týðiligt, at nógv fólk hava havt tveir ella tríggjar atkvøðuseðlar. Tað hava vit sæð serliga í Moskva, sigur hann sambært altjóða miðlum. Eygleiðarabólkurin Golos hevur sagt seg vera komin fram á valsvik. Millum annað vóru fleiri atkvøðuseðlar í kassunum, áðrenn valstøðini lótu upp.Sami eygleiðarabólkur var eisini forðaður í at sleppa framat valstøðunum. Ein annar russiskur andstøðupolitikari, Aleksi Naval ni, slapp heldur ikki at stilla upp. Hann hevði eggjað til kravgongur í Russlandi, tí hann helt forsetavalið í Russland verða ein glantrileikur. Javnaðarflokkurin á Tvøroyri skal aftur til røturnar, og tey ungu skulu takast meira við í polittiska arbeiðið. Tað sigur nýggi formaðurin í Suðuroyar Norðrara Javnaðarfelag, Jens Arni Leo Hammerfoss, sum var einasta uppskotið til nýggjan formann. Tað er ikki óvanligt at stríð hevur verið ímillum fólk um javnaðarpolitikkin á Tvøroyri, og eitt skifti vóru tvey Javnaðarfeløg fyri norðraru helvt. Evropeisku uttanríkisráðharrarnir í ES hittust í Brússel í morgun, og eftir fundin lovaðu tey í felags fráboðan at gera alt fyri at avdúka, hvat hendi, tá Sergei Skripal og dóttir hansara vórðu eitrað. Nógv hava verið í lívsvanda vegna hesum, og vit taka tað í størsta álvara, tá bretska stjórnin metir tað vera sannlíkt, at Russland stendir aftanfyri siga evropeisku uttanríkisráðharrarnir í felags fráboðan. ES londini siga seg vera skelkað av, at nervagass hevur verið brúkt á evropeiskum lendi fyri fyrstu ferð í 70 ár og staðfesta somuleiðis, at evnið, Novochok, sum varð nýtt, helst er framleitt í Russlandi. Tað er brot á altjóða lóg at brúka kemisk vápn, siga ES ráðharrarnir, sum enn ikki hava tikið støðu til møgulig tiltøk ímóti Russlandi. Vit fáa at síggja, hvat bretar gera og so taka vit støðu tá, segði danski uttanríkisráðharrin Anders Samuelsen við TV2 fyrrapartin. Poul Michelsen, uttanríkis og vinnumálaráðharri segði við útvarpið leygardagin, at hann hevur ongar ætlanir um at seta revsitiltøk í verk móti Russlandi, tí hann er ikki kunnaður av donsku stjórnini um, hvat málið snýr seg um. Tað var eftir áheitan frá arbeiðsformonnum á Ennibergi, at vakmyndatól vórðu sett upp í verksmiðjuni. Slík tól lætta nógv um arbeiðsgongdina. Bara skiparin og stýrimenn síggja upptøkurnar, og tær verða ikki goymdar, sigur Kaj Johannesen. Og hann leggur afturat, at hava tey í reiðarínum gjørt ein fótfeil, sum hann tekur til, so verður hann rættaður. Dátueftirlitið hevur onga formliga kæru fingið um vakmyndatólini á verksmiðjuni á flakatrolaranum Ennibergi og fær tí einki sagt um málið sum er. Men Dátueftirlitið kann taka mál upp av sínum eintingum. Ein í manningini á Ennibergi, sum undirskrivar seg ein av gott 40 monnum, ið er undir eftirliti hjá P F Ennibergi sendi í gjárkvøldið eina kunning til Fiskimannafelagið, Fiskimálaráðið og fjølmiðlarnar um vakmyndatól á fabrikkini á Ennibergi. Tá mannningin mynstraði 24. januar, vóru vakmyndatól sett upp ymsa staðni á fabrikkini millum annað yvir skráskerarunum, yvir reinskeringarborðunum og yvir pakkiborðinum. Hetta hendi, uttan at manningin fekk nakað at vita um tað frammundan og uttan at nøkur kunning er um hví, og um hvør hevur atgongd til myndirnar, stendur í almannakunngjørdu kunningini. Mortan Johannesen, sum var reiðari á Ennibergi, váttar á Vágaportalinum , at vakmyndatólini eru har fyri at skiparin kann síggja, hvat hendir umborð. Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, sigur, at hann í morgun hevur skrivað til Dátueftirlitið og biðið um, at vakmyndatólini verða tikin niður, áðrenn Enniberg fer nýggjan túr í morgin. Brandur Sandoy í Fólkaflokkinum vil hava at vita frá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, um hon ætlar at bera so í bandi, at bakkaverja verður gjørd á Sondum á Sandi, soleiðis at jarðføstu fornminnini ikki fara fyri skeytið. Brandur Sandoy sigur, at Søvn Landsins, Landsverk og Sands kommuna hava í trý ár gjørt Mentamálaráðið, Løgmansskrivstovuna og Fíggjarnevndina varug við, at hesi forminni, sum mugu metast at vera forfrøðiligir dýrgripir, er um at fara fyri skeytið, uttan úrslit. Dømi er um, at landið hevur gjørt bakkaverjur fyri at verja fornfrøðiligar dýrgripir, so hava ikki máar alt burtur. Seinbasta dømið er játtanin til bakkaverjuna ú Sumba, sigur Brandur Sandoy. Hann sigur, at mett verður, at innan fyri ein ella tveir vetrar fara týðandi fornminni á Sandi fyri skeytið, og eisini er vandi fyri, at eitt gróthús, sum stendur ytst á bakkatromini, fer í havið. Arnhild Maria Poulsen skrivaði fríggjadagin á Facebook, at um onkur stakur uppihaldari við børnum hevði tørv á bústaði, so lat hon sínar dyr upp ókeypis. Hon vil fegin bjóða onkrum at búgva í stovuni hjá sær, tí hon sær, hvussu trupult nógvar barnafamiljur hava tað, og hvussu nógv fólk sóknast eftir bústaði dagliga. Sjálv hevur hon verið heimleys og búð í einum bili við børnunum. Løgtingið fer í morgin at viðgera eitt uppskot frá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, um at fáa heimild at fara undir triðja byggistig at umbyggja og útbyggja miðnámsskúlan á Kambsdali fyri í mesta lagi 30 milliónir krónur. Triðja byggistig umfatar nýggj høli til náttúruvísindaliga økið, at útbyggja felagsøkið, køkin, undirvísingarhøli, projektering og innbúgv, og at gera seinastu útbygging lidna. Politiska úrvalsliðið í Evropa liggur, sum tað hevur reitt, nú bæði tilflytarar og flóttafólk hava so stóra ávirkan á evropeiskan politikk. Í hesum døgum eru sjey ár síðani, at fólkatingið í 2011 í skundi samtykti at senda F 16 flogfør at vera á odda í loftkrígnum móti libyska einaræðisharranum, Muammar Gadaffi. Í dag er Libya ein lopfjøl fyri ólógliga tilflyting til Evropa, eisini yvirgang. Eg hevði væntað, at altjóða samfelagið tá eisini var til reiðar at hjálpa nýggju valdsharrunum. Tað var eitt stórt mistak, at eingin friðarvarðveitandi deild varð skipað, og tað er komið aftur um brekku. Tí hevur Evropa eina serliga ábyrgd, sigur Anders Fogh Rasmussen, sum nú rekur eina altjóða ráðgevingarfyritøku. Serfrøðingar í felagsskapinum, sum virkar fyri at seta bann fyri eiturevnavápnum, OPCW, koma til Bretlands í dag at kanna royndir av eiturálopinum á fyrrverandi russiska njósnaran, Sergej Skripal, og dóttir hansara, Juliu, í bretska býnum, Salisbury, fyrr í hesum mánaðinum. Seinastu árini hava vit fingið prógv fyri, at Russland ikki bara hevur kannað møguleikarnar at lata nervaeitur í sambandi við atsóknir, men hevur eisini ment og goymt Novichok, segði Boris Johnson. Hann segði hetta í einari viðmerking til russiska ES sendiharan, Vladimir Chizhov, sum í somu sending tók uppaftur, at Russland hevði einki at gera við álopið í Salisbury. Vladimir Chizhov undraðist á, at bretskir myndugleikar so tíðliga eru komnir til ta niðurstøðu, at talan er um Novichok, og hann segði, at slóðir kunnu eltast til bretsku hernaðarstarvsstovuna Porton Down. Porton Down hevur mestan hernaðarútbúnað í øllum Bretlandi, og tey hava granskað í kemiskum vápnum. Og Porton Down er stutt frá Salisbury, legði russiski ES sendiharrin afturat. Theresa May, forsætisráðharri, sigur, at tað er júst Porton Down, sum hevur eyðmerkt eiturevnini, sum vórðu nýtt í álopinum, og at tey hoyra til bólkin Novichok, sum sovjettiski herurin hevur ment, sigur Theresa May. Í morgin skal løgtingið viðgera uppskot frá landsstýriskvinnuni í heilsu og innlendismálum um at broya elveitingarlógina, soleiðis at SEV sleppur at gera mun á el prísunum. SEV selja streym til góðkendar hitapumpur og el bilar við avsláttri. Munurin kann í mesta lagi vera 40 oyru fyri kilowatt tíman umframt meirvirðisgjald. Sirið Stenberg sigur í viðmerkingunum til uppskotið, at eini sethús við hitapumpu kunnu spara umleið 4.000 krónur um árið. Og er el bilur eisini í húsinum, ber til at spara 2.000 krónur afturat. Endamálið við uppskotinum er at fáa fleiri at brúka el í staðin fyri olju at hita húsini, og harafturat skal tað gerast meira áhugavert hjá fólki at keypa el bil. Tað segði samráðingarleiðarin hjá ES, Michel Barnier, á tíðindafundi eftir drúgvar samráðingar við bretska Brexit ráðharran, David Davis. Í skiftistíðini sleppur Bretland ikki at vera við í avgerðum, sum ES tekur, tí landið er ikki longur limur í ES. Men Bretland sleppur at varðveita sínar fyrimunir í innara marknaðinum og tollsamgonguni, og Bretland noyðist tí at halda allar reglur, sum limalondini gera, sigur Barnier. Skiftisskipanin umfatar eisini rættindi hjá teimum 4,5 milliónum ES borgarunum, sum búgva í Bretlandi, og teir 1,2 milliónir bretarnar, sum búgva í ES londunum. Brennistøðin er í løtuni í gongd við at gera umfatandi umbyggingar. Gamli ketilin, sum er næstan 30 ára gamal, verður skiftur og nýggjur kemur ístaðin. Nýggi ketilin brennur ruskið skjótari, enn tann gamli. Nýggi skorsteinurin, sum skal setast upp, verður bara 33 metrar høgur. Ikki er neyðugt við so høgum skorsteini longur, tí royk reinsiskipanin, sum IRF hevur í dag, er so góð. Seinni í ár verður farið undir at byggja nýggja móttøkuhøll, sum skal betra møguleikarnar at skilja burturkastið. Umbyggingarnar á Hagaleiti kosta 70 til 80 milliónir krónur. Arbeiðið verður liðugt næsta summar. Men var so alt, sum tað skuldi vera Hví velja russarar Vladimir Putin Og hvat merkir valúrslitið fyri føroyska samhandilin við Russland Svarini koma her Fyrsta umfar verður spælt flaggdagin, 25.apríl TB FC Suðuroy Royn KÍ ÍF B36 NSÍ AB B68 HB Undrið FF EB Streymur B71 GizaHoyvík Skála 07 Vestur Víkingur víðari til fjórðingsfinaluna uttan dyst Í sambandi við, at avgerð skal takast um staðseting, nú byggjast skal til Sjóvinnustýrið, hevur Uttanríkis og Vinnumálaráðið heitt á Sjóvinnustýrið og Landsverk um at gera tilmæli um staðsetingina. 9. februar skrivar Listhaug, at hun skuldsetir Arbeiðaraflokkin fyri at hava størri áhuga fyri at verja rættindi hjá yvirgangsfólkum enn trygdina hjá norsku tjóðini. Funnist hevur verið at henni fyri hesi orð, og fimm dagar seinni strikaði Listhaug tey á Facebook. Samstundis góvu Listhaug og Erna Solberg, forsætisráðharri, Arbeiðaraflokkinum treytaleysa umbering. Sylvi Listhaug boðaði til tíðindafund í morgun, har hon segði, at hon nú leggur frá sær sum løgmálaráðharri, men hon ætlar at varðveita sess sín í Stórtinginum. KNR hevur tosað við stjóran í DMI, Marianne Thyrring. Sambært henni fær DMI ikki gjørt veðurtíðindi til flogvøllir, um fólkið fer til hús. Air Greenland hevur ongar viðmerkingar um ein møguligan arbeiðsstegð í Danmark. Tað hevur heldur ikki eydnast KNR at fáa ein viðmerking frá flogvøllunum í Grønlandi. Men stjórin í deildini hjá landsstýrinum fyri millum annað ferðslu, Ruth Lindhardt, sigur við blaðið Sermitsiaq, at arbeiðssteðgur í Danmark fer at ávirka flogferðsluna í Grønlandi. Tíðindasíðan France 24 skrivar , at embætismenn hjá fyrrverandi leiðaranum í Libya, Mohamar Gaddafi, hava sagt, at teir hálptu við at fíggja valstríðið hjá Nicolas Sarkozy í 2007. Kanningarnar av hesum málinum hava verið í úmbúna síðani 2013, skrivar France 24. Sarkozy er avhoyrdur á politistøðini í Nanterre, sum liggur vestanfyri París, og sambært franskari lóg kann hann verða hildin í varðhaldi í 48 tímar. Hetta er fyrstu ferð, at Sarkozy er avhoyrdur í málinum.Fyri nøkrum vikum síðani var ein fyrrverandi starvsfelagi hjá Sarkozy handtikin í London í sambandi við kanningarnar hjá politinum hann varð seinni leyslatin aftur. France24 skrivar, at løgreglan kannar skuldsetingar um, at stýrið hjá Gaddafi í loyndum gav Sarcozy 50 milliónir evrur til valstríðið í 2007. Hendan upphæddin er tvífalt so stór, sum mest loyvda upphædd til valstríð var í 2007. Ein fransk libanesiskur vinnulívsmaður hevur sagt, at hann gav Sarcozy og einum leiðandi starvsfelaga hansara trý kuffert við fimm milliónum evrum í reiðum peningi. Kuffertini komu úr Libya, hevur vinnulívsmaðurin sagt, sambært France 24. Tú skalt vita eina rúgvu um alskyns viðurskifti, tí tú kanst ongantíð vita, hvat ferðafólk spyrja um, vísir formaðurin í Føroya Ferðaleiðarafelag, Jógvan Thomsen, á. Eingin dagur er eins, tí mennsikju eru so ymisk, sigur Jógvan Thomsen, sum leggur aftrat, at hetta er eitt ótrúliga gevandi og spennandi starv. Tørvurin á útbúnum ferðaleiðarum er vaksin nógv seinastu árini, og formaðurin vónar, at fleiri føroyingar fara at fáa sær førleikar at virka í hesi vinnuni. BBC endurgevur úr røðuni, har kinesiski forsetin segði, at felags vónin hjá øllum kinesarum er at gerast ein fullkomin eind . Einhvør roynd at seta kílar millum fólkið er dømd at miseydnast , segði forsetin. Hann lovaði, at Kina fer at lata búskapin enn meira upp og tryggja, at bæði útlendskar og kinesiskar fyritøkur kunnu kappast á jøvnum føti á stóra kinesiska marknaðinum . Fiskaaling og Marine Harvest hava gjørt tvey ára avtalu, sum ber í sær, at arbeiðið at menna lívfiskastovnin kann halda fram. Endamálið er at fáa rognkelsir, sum trívast í aliringum og eta lús. Avtalan við Marine Harvest ber somuleiðis í sær, at tá loyvi at ala rognkelsir í Føroyum verða givin, skulu føroysk alifeløg hava møguleika fyri at keypa avmarkað tal av lívfiskarognkelsum frá Fiskaaling. Á hendan hátt fáa tey gagn av tí menningararbeiði, sum Fiskaaling hevur gjørt seinastu árini, skrivar Fiskaaluing í heimasíðu sínari. Weinstein hevur verið stjórið í The Weinstein Company, men hann og navn hansara hava verið nógv umrødd seinastu tíðina, og hann er lagdur undir at hava framt kynsligan ágang og harðskap. Weinstein felagið sigur í fráboðan, at hóast felagið er um at fara á húsagang, so vilja eigararnir fáa so nógv burturúr sínum ognum sum møguligt til frama fyri sínar lánveitarar. Í fráboðanini stendur eisini, at felagið fer at hjálpa offrum hjá Weinstein at fáa rættvísi. Í november kom tað undan kavi, at Weinstein felagið hevur fingið starvsfólkini at skrivað undir tagnarskyldu. Men henda tagnarskylda er nú strikað. Eris Schneiderman, ríkisadvokatur í New York, reisti í februar, vegna starvsfólkini, sak móti The Weinstein Company. Í gjár skrivaði hann á Twitter, at hann og starvsfólkini hava leingi bíðað eftir hesum stigi, skrivar The Guardian. Samskiftið hevur verið millum Dátueftirlitið og P f Enniberg, síðani sagt varð frá vakmyndatólum í verksmiðjuni á Ennibergi í dulnevndum brævi sunnukvøldið. Yvirskipað er tó púra greitt, at so leingi loyvi ikki er givið til at brúka vakmyndatól og fráboðan givin um loyvið, eiga vakmyndatólini at vera sløkt. Hægsti trygdarstjórin í Facebook, Alex Stamos, leggur frá sær eftir ósemju um, hvussu sosiala netverkið skal handfara sín egna leiklut í spjaðingini av miskunning og følskum tíðindum. Tað skrivar The New York Times . Tíðindini um, at trygdarstjórin leggur frá sær, koma beint sum Facebook stendur mitt í stórari altjóða gølu um, at dátur frá 50 milliónum amerikanarum á Facebook skulu vera stolnar og misbrúktar í amerikanska forsetavalstríðnum. Um vikuskiftið bleiv avdúkað, at greiningarfyritøkan Cambridge Analytica í London, sum arbeiddi fyri Donald Trump undir forsetavalstríðnum í USA, skal hava stolið dátur frá 50 milliónum amerikanskum veljarum á facebook. Tíðindini vilja vera við, at Cambrigde Analytica stjól dáturnar fyri at kunna gera eitt forrit til at ávirka veljararnar í USA. Úrslitið bleiv sambært The New York Times selt til Trump leguna undir valstríðnum. Ein journalistur letist vera ein vinnulívsmaður frá Sri Lanka, sum vil ávirka eitt lokalval har. Á fundi við stjóran í Cambrigde Analytica, Alexander Nix, fær loyniligi journalisturin efir øllum at døma at vita, hvussu tey kunnu hjálpa honum at vanæra politisk mótvalevni. Fyritøkan Cambridge Analytica vísir øllum skuldsetingum frá sær og sigur við BBC, at sendingin hjá Channel Four í gjár var redigerað og klipt fyri at fáa eina ávísa mynd av passa. Málið byrjar í 2014, tá facebook brúkarar kundu taka eina spurnakapping fyri at finna fram til, hvat slag av fólki tey vóru. Men forritið var gjørt soleiðis, at tað ikki bara seyg dáturnar hjá teimum luttakandi til sín, men eisini allar dátur hjá vinum teirra á facebook. 270.000 fólk á facebook valdu at trýsta á spurnakanningina, og soleiðis vórðu dátur frá eini 50 milliónum facebook brúkarum fingnar til vega, uttan at tey høvdu givið loyvi til tað. Cambridge Analytica verður nú lagt undir at hava brúkt hesar dáturnar til sálarfrøðiliga profilering av fólki, og at tilfarið er latið Trump leguni undir forsetavalstríðnum. Cambridge Analytica var tá undir leiðslu av Steve Bannon, sum til í summar var fremsti politiski ráðgevi í Hvítu Húsunum hjá Donald Trump, forseta. Og BBC skrivar, at bretski dátumyndugleikin hevur søkt um loyvi at gera húsarannsókn á skrivstovuni hjá Cambridge Analytica í London. Føroyingurin varð handtikin tíðliga í heyst og situr í varðhaldi í Danmark. Maðurin er ákærdur fyri at hava viðvirka til neyðtøku og annan kynsligan ágang móti einum 4 ára gomlum dreingi. Maðurin skal hava eggjað eini 42 ára gamlari kvinnu at gera seg kynsliga inn á 4 ára gamla sonin, sum kvinnan eigur. Hann er komin við ráðum og leiðbeining og hevur eggjað mammuni til kynsligan ágang móti syninum, og í ávísum førum hava hann og mamman havt felags fatan av, hvat mamman skuldi gera við sonin. Kvinnan, sum er ættað úr Charlottenlund, játtaði seg seka, í tíðarskeiðnum frá juni til september í fjør, millum annað at hava roynt at neyðtikið, fyri at hava neyðtikið á annan hátt enn samlegu, fyri blygdanarskemd sum alt er gjørt móti 4 ára gamla syni hennara, og fyri at gera upptøkur, liggja inni við og senda víðari barnapornografiskt tilfar, stendur í dóminum, sambært rættinum í Lyngby. Føroyingurin er ákærdur fyri brot á grein 216 í revsilógini, sum er um neyðtøku, grein 23, sum er um at hava eggjað og komið við ráðum, og grein 232, sum er um blygdanarskemd. Hann og Eyðbjørg Højgaard, eru partur av samaritt toyminum, sum er til staðar, tá stór tiltøk eru á skráni, har nógv fólk savnast. At vera samarittur gevur mær ótrúliga nógv. Tað, at kunna hjálpa øðrum og vera til staðar, tá fólk koma í ymiskar truplar støður og vita, at tú kanst veita teimum hjálp, tað gevur eina góða kenslu, sigur Eyðbjørg Højgaard. í løtuni er tørvur á, at fleiri fólk gerast samarittar. Reyði krossur skipar tí fyri samarittskeiði í páskafrítíðini frá 24. mars til 1. apríl. Danska Veðurstovan, DMI, er millum stovnarnar, sum verður rakt av ætlaða verkfallinum og verkbanninum. DMI er einasti góðkendi veðurstovnur, sum kann lata flogvøllum í ríkisfelagskapinum veðurforsagnir. Tað fær tó onga ávirkan á tornið á flogvøllinum í Vágum, um verkfall verður í Danmark, sigur flogovastin hjá Atlantsflogi, Sámal Danielsen. At danska verkfallið og verkbannið ikki ávirkar flúgvingina til Føroyar kemst av, at flogfør, ið seta kósina hendan vegin, altíð skulu hava eyka flogvøllir tøkar. Tá vit seta kós ímóti Vágunum til dømis úr Danmark, so hava vit skyldu til at hava tveir flogvøllir tøkar afturat Vága Floghavn, og tað merkir so, at veðrið í teimum flogvøllunum sjálvandi skal vera nøktandi, áðrenn vit kunnu seta kós ímóti Føroyum, sigur Sámal Danielsen. So leingi tað bara er talan um starvsfólkini á DMI, sum fara í verkfall, so ávirkar tað ikki flúgvingina til Føroyar. Men fara onnur starvsfólk á flogvøllunum í Danmark í verkfall ella verkbann, so kann tað ávirka flúgvingina, sigur flogovastin hjá Atlantsflogi, Sámal Danielsen. Vit kunnu saktans flúgva uppá Føroyar, tí tornið í Vágunum verður ikki ávirkað av verkfallinum í Danmark. Um starvsfólk leggja arbeiðið niður á flogvøllinum í Keypmannahavn, eitt nú við at koyra ferðafólk umborð ella viðføri og so víðari, so fáa vit ikki gjørt so nógv við tað, sigur hann. Verkfall verður í Danmark 4. apríl, um semja ikki fæst í lag millum fakfeløgini og statin og kommunurnar. Verkbann er lýst at koma í gildi tann 10. apríl. Tøppur er í tingarbeiðnum. Vanliga verða mál beind í nevnd eftir fyrstu viðgerð. Síðani koma mál úr aftur nevnd til aðru viðgerð, og tá skulu eitt ella fleiri álit ella tilmæli fylgja við. Orsøkin er, at Kristin Michelsen, sum situr í fíggjarnevndini, ikki vil seta sína undirskrift undir nakað álit, fyrr enn løgmaður hjálpir Kristin Michelsen at fáa meiriluta aftur í Tvøroyrar býráð. Og tað hevur fingið øði í Ruth Vang, forkvinnu í fíggjarnevndini. Eisini Pauli Trond Petersen úr Tjóðveldi finst hvassliga at framferðini hjá Kristin Michelsen. Eygleiðararnir í felagsskapinum fyri trygd og samstarvi í Evropa, OSCE, siga, at eingin mótstøða var í valinum, og tí var ikki talan um eitt veruligt val. Valúrslitini á fimm valstøðum í trimum russiskum landspørtum eru ógildað, sigur forkvinnan í valnevndini fyri tíðindastovuni Tass. Vladimir Putin fekk 77 prosent av atkvøðunum á forsetavalinum sunnudagin, og hann kann tí halda fram sum forseti í Russlandi í seks ár aftrat. Næmingar í 2. 3. og 4.flokki í Tórshavnar Kommunu, hava lært at spæla flogbólt. Tiltakið endaði við kapping í høllini á Hálsi. Næmingar í 2.flokki í Hoyvíkar skúla, greiða frá. Støðan millum Kina og Taivan er vorðin spentari, eftir at Tsai Ing wen vann forsetavalið í Taivan í 2016. Hon hoyrir til taivanska loysingarflokkin, Democratic Progressive Party, DPP. Tað hevur eisini fingið ilt í kinesisku leiðararnar, at amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur skrivað undir eina lóg, sum mælir USA til at senda embætisfólk til Taivan at hitta tavainskar starvsfelagar. Kommunulæknar hava gjørt allar kanningar av børnum áðrenn tey fara í skúla og kenna tí børnini væl. Tí skulu teir halda fram við tí, eisini eftir at børnini eru farin í skúla. Tað sigur Marjus Dam, formaður í kommunulæknafelagnum, nú Heilsumálaráðið vil lata upp fyri, at heilsufrøðingar eisini skulu heilsukanna skúlabørn. Sum er, skulu børn og ung í undirvísingarskyldugum aldri, tað er fyrsta til níggjunda flokk, fáa tilboð um tvær heilsukanningar hjá kommunulækna. Eina við skúlabyrjan og eina stutt áðrenn undivísingarskyldan endar, tað vil siga í níggjunda flokki. Í 2017 vóru tað 177 næmingar, sum vórðu kannaðir við byrjan av skúlatíðini, og 18 av teimum, hvørs skúlatíð er um at verða liðug, vórðu kannað. Tað eru umleið 700 skúlabørn í hvørjum árgangi. Roynt hevur verið við millum øðrum kunnandi tiltøkum til næmingarnar um heilsukanningarnar, sum Heilsutrygd hevur staðið fyri, men tað hevur heldur ikki givið nóg góð úrslit. Í eini roynd at fáa fleiri at kanna seg, vil Heilumálaráðið nú loyva heilsfrøðingum at gera heilsukanningarnar umframt kommunulæknan. Sambært Heilsumálaráðnum er fyrimunurin við eisini at loyva heilsufrøðingum at gera kanningarnar tann, at heilsufrøðingar eru longu á skúlunum og koma tí í samband við tey flestu børnini í skúlanum. Marjus Dam er formaður í Kommunulæknafelagnum, og hann sigur, at trupulleikin er fyrst og fremst tann, at tað er ikki nóg nógvir kommunulæknar at gera allar kanningarnar. Tí skal Heilsumálaráðið heldur leggja seg eftir at seta fleiri kommunulæknar, so øll 34 kommunulæknastørvini kunnu fyllast, og harvið kunnu allar kanningarnar gerast. Heilsumálaráðið er tó ikki samt í tí niðurstøðuni. Tey vísa á, at har fastur lækni ikki hevur verið, hevur vikarur verið í staðin, og tí hevur møguleiki verið at gera kanningarnar kortini. Tí skulu hinir 25 heilsufrøðingarnir eftirútbúgvast og útvega sær neyðugu heilsufakligu førleikarnar at heilsukanna børn, um lógarbroytingin verður samtykt. Heilsutrygd metir kostnaðin av eftirútbúgvingini at vera millum 350 400 túsund krónur, meðan Heilsu og Innlendismálaráðið metir útreiðslurnar at verða um 265 túsund krónur. Sylvi Listhaug avgjørdi fyrr í dag at leggja frá sær sum løgmálaráðharri, tí alt bendi á, at meiriluti fór at vera í stórtinginum fyri misáliti á hana. Sylvi Listhaug hevur lagt dent á at fremja sín politikk. Hon talar greitt og týðiliga. Við at leggja frá sær, setur hon stjórnarsamstarvið og politikkin fremst, sigur Erna Solberg, sum seinni í dag fer at tilnevna nýggjan løgmálaráðharra. Sylvi Listhaug hevur verið undir stórum trýsti seinastu tíðina, eftir at hon skrivaði á Facebook, at Arbeiðaraflokkurin, sum er í andstøðu, hugsar meira um yvirgangsfólk enn um trygdina í Noregi. Hon hevur síðani fleiri ferðir biðið Arbeiðaraflokkin um umbering, men tað góðtók andstøðan ikki, og flokkurin Reytt legði uppskot um misálit á Sylvi Listhaug fyri stórtingið. Í gjár boðaði Kristiligi fólkaflokkurin, sum er parlamentariska grundarlagið undir stjórnini, frá, at hann hevði ikki álit á Sylvi Listhaug, og tá varð greitt, at meiriluti var fyri uppskotinum um misálit. Í morgun boðaði so Sylvi Listhaug frá, at hon leggur frá sær sum løgmálaráðharri og fer aftur í stórtingið. Hon er vald fyri Framburðsflokkin. Í sambandi við Earth Hour skipar Tórshavnar Kommuna fyri einum hugnaligum tiltaki í Tinghúsgarðinum hetta sama kvøld frá klokkan 20.00 21.30 Tórshavnar Kommuna bjóðar kaffi og te at hita seg við, men í ár vera fólk vinarliga biðin um at taka sín egna kopp við. Hetta fyri at broyta vanan við at brúka einnýtiskoppar. Meðan Earth Hour er, verða stórir partar av gøtuljósunum í Tórshavn og øll gøtuljósini í Nólsoy sløkt. Tískil heitir kommunan á fólk um at ansa sær í myrkrinum. Tað var bara eitt git. Soleiðis sigur russiski sendiharrin í Svøríki, Viktor Tatarintsev, eftir at hann hevur staðið skúlarætt hjá Margot Wallstrøm, svenska uttanríkisráðharranum. Tatarintsev hevði alment sagt, at Svøríki væl kundi verið keldan til nervaeiturið, sum varð brúkt í Salisbury móti fyrrverandi russiska njósnaranum og dóttrini. Vit taka harðliga frástøðu frá hasum uppáhaldinum. Soleiðis bert tú teg ikki at, um tú hevur gott politiskt og diplomatiskt samband, sigur svenski uttanríkisráðharrin við svenska ríkiskringvarpið. Tvey ár verða mett at verða neyðug fyri at Bretland skal hava møguleika at seta tær skipanir og tiltøk í verk, ið verða neyðug eftir at Bretland fer úr ES. Harafturat er lagt upp fyri, at ávís viðurskiftir ikki eru komin endaliga uppá pláss innan 29. mars í næsta ár og partarnir tí fáa tíð, at fáa alt endaliga avgreitt. Skiftistíðin er treytað av, at Bretland og ES koma ásamt um hvussu ES limaskapurin hjá Bretlandi skal enda og hvørjar treytirnar verða millum partarnar. Tað hevur víst seg at verða torført at samráða seg til eina semju millum ES og Bretland, eftir at Bretland valdi at fara úr ES. Tí kemur tað væl við hjá teimum flestu, at tað nú verða tvey ár afturat at fáa viðurskiftini avgreidd. Tað eru tó ikki øll, ið fegnast. Semjan millum ES og Bretland hevur við sær, at Bretland ikki verður at rokna sum eitt strandaland í fiskivinnusamráðingum fyrrenn í desember 2020. Tó hava bretar tryggja sær, at teir verða tiknir uppá ráð, tá ES skal í fiskvinnusamráðingar, millum annað umboðandi Bretland. Tað er tó ikki nóg mikið fyri Bertie Armstrong, ið er formaður í skotska fiskimannafelagnum. Hann sigur við BBC, at politiska skipanin hevur svikið fiskivinnusamfeløgini í Bretlandi, tí tey lovaðu teimum at fáa ræði á brestka sjóøkinum í 2019, men at tað nú er útsett í tvey ár afturat. Niels Wichmann, ið er formaður í danska fiskimannafelagnum, fegnast hinvegin um nýggju avtaluna. Hann sigur við bretskar miðlar, at hetta er ein kærkomin møguleiki hjá øllum pørtum og at hesi bæði árini skulu brúkast til at finna eina semju um atgongd til sjóøki hjá hvørjum øðrum. Hvørjir eru yrkismøguleikarnir, tá talan er um handverkaraútbúgvingar í Føroyum. Yrkisdepilin umsitur eitt nú yrkisútbúgvingar og arbeiðsmarknaðarmál, og um eina løtu spyrja vit Janus á Ryggi, ið starvast á Yrkisdepilinum, um hvussu nógvir lærlingar eru í Føroyum og hvørjar avbjóðingarnar eru. Klaksvíkar Sleipistøð, sum í dag eitur KSS, hevur sum mál at seta fýra lærlingar um árið. Vit hava vitjað við havnalagið, har vit hitta stjóran Frimodt Rasmussen og nakrar av lærlingunum. Hárfríðkan er yrki og yrkisútbúgving, ið telur nógvar kvinnur. Vit fara at fregnast hjá Karin Sólsker um útbúgving og yrki. Hvørjar vinnur mangla lærlingar og sveinar Og hvønn týdning heldur vinnan tað hevur at ikki øll nema sær eina akademiska útbúgving, men velja sær eina yrkisútbúgving í staðin Hesar og aðrar spurningar umrøða vit saman við Maritu Rasmussen, stjóra í Vinnuhúsinum. Hvussu er støðan hjá teimum handaligu og yrkisvendu fakunum samanborið við tey meira bókliga eru millum spurningarnar vit umrøða við Magna á Lakjuni, útbúgvingarstjóra á Yrkisrættaðum Miðnámi. Martin Mouritsen er stjóri á Føroya Musikskúla, hann spælir klarinett, hann hevur verið leiðari fyri Føroya Symfoniorkestri, og hann er eisini útbúgvin bilmekanikari. Vit fara í garaguna at fregnast. LookNorth er fyritøka, sum framleiður ymiskar úrdráttir úr plasti. Og LookNorth er einasta virki í Føroyum, sum hevur havt ein plastsmiðlærling. Vit hitta Árna Skaale, stjóra, og Karlu Matras, ið hevur roynt hesa útbúgving. Tú kanst hoyra sendingina her Bill Justinussen og Jørgen Niclasen siga, at orsøkin til, at skotið verður upp at minka skrásetingargjaldið í stigum, er, at tað er ikki rætt at minka søluvirðið á bilum, ið longu eru keyptir, so ógvusliga, at tað setur allar bileigarar við nýggjum bili í eina verri støðu. Í ár verður skrásetingargjaldið á bilum mett til 157 milliónir krónur, men verður uppskotið samtykt, minkar inntøkan 13 milliónir krónur. Næsta ár verður skrásetingargjaldið mett at geva landskassanum 159 milliónir, men eftir uppskotinum hjá Bill Justinussen og Jørgeni Niclasen missir landskassin umleið 63 milliónir krónur. Bill Justinussen og Jørgen Niclasen siga, at hóast landskassin sum frálíður missir øll skrásetingargjøldini, kann væntast, at landskassin fer at fáa fleiri inntøkur av meirvirðisgjaldinum. Tá meirvirðisgjald ikki verður kravt av skrásetingargjaldi, tí tað longu frammanundan er eitt landskassaavgjald, verður størri parturin av mvg avgjaldsskyldugur, verður sagt í viðmerkingunum til uppskotið. Eg vænti, at vit hittast í næstum at viðgera vápnadubbingina, sum tamarhald ikki er á, men vit fara ongantíð at lata nakran koma í nánd av tí, sum vit hava, sigur amerikanski forsetin. Báðir forsetarnir eru á einum máli um menna sambandið millum londini, serliga nú USA fær nýggjan uttanríkisráðharra, skrivar russiska tíðindastovan, Tass. Í síðstu viku avgjørdi Donald Trump at koyra Rex Tillerson úr starvinum sum uttanríkisráðharra. Nýggjur uttanríkisráðharri verður Mike Pompeo, sum er fyrrverandi CIA ovasti. Veðurstovan, DMI, er við í verkfalsfráboðanini, og tað er Naviair eisini. Tey, sum á landi stýra flogførunum, flogleiðararnir, arbeiða hjá Naviair. Orsøkin er, at Tórshavnar kommuna hevur fingið umsókn um byggiloyvi til hotell við Oknarvegin, tað er nýggi vegurin, har høvuðssætið hjá BankNordik er. Neyðugt er at broyta byggisamtyktina fyri økið, skal hotell byggjast á tí. Ein partur av økinum er í galdandi byggisamtykt ætlaður stakhúsum ikki gistingarhúsum. P f Gist og Vist hevur søkt um at sleppa at byggja Hotell Føroyar út bæði vestureftir og eystureftir. Báðar lonir skulu byggjast út. Løgtingið fer í dag at viðgera eitt uppskot frá Bill Justinussen í Miðflokkinum og Jákupi Mikkelsen í Fólkaflokkinum, um at landsstýrið skal fáa heimild at lata helvtina av kostnaðinum í stuðli at bygga fótbóltshøll. Løgtingið viðgjørdi eitt líknandi uppskot í 2014, og tá varð mett, at kostnaðurin fyri eina fótbóltshøll var millum 60 og 100 milliónir krónur. Hjá landinum verður kostnaðurin sostatt 20 milliónir krónur, sum kann verða goldin út eftir tveimum ella trimum árum alt eftir, hvørja stuðulsskipan landsstýrisfólkið kunnger, siga Bill Justinussen og Jákup Mikkelsen í viðmerkingunum til uppskotið. Henrik Old, landsstýrismaður, hevur skotið upp, at tunnilin verður hálvan triðja kilometur langur, og hann skal gerast frá Gjánhamri í Trongisvági til Niðastabotn í Hvalba. Landsvegur verður gjørdur frá tunnilsmunnanum Trongisvágsmegin til verandi landsveg í Trongisvági, og hann verður umleið ein kilometur. Næsta ár er ætlanin at játta 52 milliónir krónur til byggiarbeiði, 105 milliónir í 2020, 102 milliónir í 2021, og í 2022 er ætlanin at seta tær seinastu seks milliónir krónurnar til seinastu snøklarnar. Svanna Dam Joensen, Majbritt Gade, Sissal M. Petersen og Ása Dánjalsdóttir ganga í mammubólki samam. Tær hava til felags, at barn teirra hevur downs syndrom.Tað hevur týdning fyri tær, at hittast við øðrum mammum, ið eru í somu støðu, tí atgongd til hjálp og hvat tær hava rætt til, er ikki altíð løtt at finna. Kendi Kingobólkurin úr Tjørnuvík, sum eigur sín stóra lut í, at sangarvurin eftir mæta sálmaskaldið Thomas Kingo verður varðveittur, fer á páskum at hava framførslur í fleiri býum í Danmark. Jens Jensen sigur, at tiltøkini vanliga eru ógvuliga væl vitjað, og tað er rættiliga vanligt, at fleiri stólar mugu setast upp í kirkjunum. Byrjað verður seinnapartin pálmasunnudag í Ørslevkloster kirkju. Tiltakið í Ørslevkloster kirkju verður nakað heilt serligt. Í kirkjuni liggur víðakendi føroyingurin, Magnus Heinason, grivin. Árið eftir varð hann náðaður og síðani fluttu einkjan og ein vinur kistu hansara til Ørslevkloster Kirkju, har hann fekk eina heiðursjarðarferð. Í Føroyum er tað sættu ferð, at dagurin verður hátíðarhildin. Fía Petersen er dagligur leiðari í felagnum Javni, sum er eitt felag fyri fólk við menningartarni og familjum teirra. Hon greiðir frá virkseminum hjá Javna, og hvussu tey kunnu hjálpa fólki við downs syndromi og familjum teirra. Tað er ymiskt, hvat fólk hava tørv á, men nýggj foreldur at einum barni við downs syndromi hava onkuntíð tørv á at tosa við onkran, og annars varpar Javni ljós á downs syndrom. Fía Petersen heldur, at summi hava eina gamla fatan av, hvat downs syndrom er, og tí verða færri fødd við tí í londunum kring Føroyar. Tað heldur hon vera óheppið. Í ár verður altjóða downs syndrom dagurin hátíðarhildin í auluni í Finsen, og Fía Petersen heldur, at tað er av týdningi at markera dagin. Í gongufelagnum gekk hon undan við at veita reglulig tilboð við gongutúrum kring allar oyggjarnar til føroyingar og ferðandi í Føroyum. Nógv, ið starvast í vinnuni í dag, hava verið undir kønu hond Ingigerðar, og kunnu tey verða takksom fyri tað. Litríka og bergtakandi frásøgukvinnan er enn sum áður holl í ráðum og ein varði í føroyskari ferðavinnu. Enn hava Føroyar einki stig í EM undankappingini, men tað hevur Makedonia heldur ikki, so tí kann dysturin í kvøld verða sera spennandi. Føroyar hava fyrr spælt í móti Makedonia, og tá taptu tær við bert tveimum málum. Hetta er tó tvey ár síðani, og liðið hjá Makedonia er broytt nakað, sigur Sophus Dal Christiansen, hjálparvenjari hjá føroyska kvinnulandsliðnum. Daniella Joensen og Viviann Petersen, sum spæla við landsliðnum, greiða frá, hvussu hópurin er fyri til dystin í kvøld, og hvat tær vænta. Føroyar hevur tapt hinar báðar EM undankappingardystirnar, sum tær spældu í heyst móti Serbia og Svøríki. Føroyar skulu longu spæla móti Makedonia aftur sunnudagin, tá er dysturin á útivølli í Skopje í Makedonia. Dia Midjord, landsliðsvenjari, hevur úttikið hesar 16 spælararnar til báðar EM undankappingardystirnar móti Makedonia Vivian Petersen, Selfoss Fríða Petersen, VÍF Margit W. Frímundsdóttir, Neistin Pernille Brandenburg, Vestsyssel Bjarta O. Johansen, Kyndil Ninna K. Johansen, DK Eir M. Berg, Neistin Tóra Eliasen, Stjørnan Turið Arge Samuelsen, Kyndil Liljan Djurhuus, VÍF Durita J. Christophersen, VÍF Marianna H. Jacobsen, VÍF Agnas Olsen, VÍF Kristianna H. Joensen, Ikast Marianna G. Eystberg, Kyndil Bára K. Hansen, Kyndil Tey vóru 18, sum stóðu aftanfyri ta pensjónsnýskipan, sum varð løgd fram á tíðindafundi í Almannamálaráðnum 3. november í fjør. Og alt bendir á, at tað verða teir tríggir samgonguflokkarnir og Sjálvstýri, sum eisini bera pensjónsnýskipanina gjøgnum løgtingið. Tað ásannar Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, nú tey fimm lógaruppskotini, ið eru grundarlagið undir pensjónsnýskipanini, eru áveg úr aftur Fíggjarnevndini og Trivnaðarnevndini hjá løgtinginum, har tey hava ligið síðstu tveir mánaðirnar. Sambært forkvinnunum í báðum nevndum Ruth Vang úr Framsókn og Katrin Kallsberg úr Tjóðveldi fara nevndirnar at skriva álit og bera lógaruppskotini innaftur í løgtingssalin, nú fyrsta dagin. Tættastur eini semju við samgonguni tykist vera Sambandsflokkurin. Men flokkurin er avgjørdur grundupphæddin í fólkapensjónini skal ikki rørast. Grundupphæddin er blivin ein kardinalspurningur avgerandi fyri, um Bárður Nielsen tekur undir við samlaðu pensjónsnýskipanini. Men tað vil samgongan ikki. Neyðugt er at mótrokna í grunduphæddini, tí annars verður ikki talan um eina búskaparliga haldføra skipan, sigur landsstýriskvinnan. Hinir andstøðuflokkarnir Fólkaflokkurin og Miðflokkurin eru enn meira ivasamir. Hvørki Fólkaflokkinum ella Miðflokkinum dáma politisku ætlanina hjá samgonguni at styrkja Arbeiðsmarknareftirlønargrunnin, vanliga nevndur Samhaldsfasti. Ætlanin at flyta part av uppsparingini hjá fólki frá privatum eftirlønaruppsparingum yvir í Samhaldsfasta, verður hartað av Jørgeni Niclasen, formanninum í Fólkaflokkinum, sum heldur tað vera eitt rán frá privatu uppsparingini hjá fólkinum. Uttanflokka tingkvinnan, Sonja Jógvansdóttir, var ikki partur av samráðingunum um pensjónsnýskipanina síðstu mánaðirnar, áðrenn nýskipanaruppskotið varð lagt fram. Tingið hevur samtykt, at Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, skal svara einum skrivligum fyrispurningi frá Ingolfi S. Olsen í Tjóðveldi, hví bygningurin hjá BankNordik ikki varð lýstur alment til sølu. Hann spyr eisini, hvat landsstýriskvinnan heldur um tað, at keyparin, sum er ein av størstu vinnufyritøkunum í landinum, við keypinum eisini fær góðar fíggjarligar sømdir við einum langtíðar leigusáttmála. Varðin í Gøtu keypti høvuðssætið hjá BankNordik fyri 140 milliónir krónur, og tað er meira enn tvær ferðir so nógv, sum bankin eftir boðum frá Fíggjareftirlitinum hevur niðurskrivað virðið á bygninginum til. Ingolf S. Olsen sigur, at handilin er ein góð langtíðaríløga fyri ekyparan, tí partarnir hava avtalað, at BankNordik leigar bygningin frá Varðanum í 15 ár fyri fimm milliónir krónur um árið, og møguleiki skal verða at leingja leigumálið í fimm ár. Og verður leigumálið longt í nøkur fá ár aftrat, hevur keyparin fingið alla iløguna aftur, sigur Ingolf S. Olsen í viðmerkingunum til fyrispurningin. Í einari almennari fráboðan verður sagt, at 71 ára gamli Kyaw vil sleppa taka sær meiri av løttum. Men ein talsmaður fyri stjórnarflokkin sigur fyri Reuters, at forsetin leggur frá sær av heilsuávum. Htin Kyaw er vinmaður Aung San Suu Kyi, sum verður hildin at vera veruligi leiðarin í Myanmar. Hon kann ikki vera forseti, tí ein grein í grundlógini forðar fyri tí. Sambært grundlógini hevur forsetin stórt vald í landinum, men Kyaw hevur havt ein meiri umboðandi leiklut, tí San Suu Kyi hevur verið veruligi leiðarin í Myanmar síðani 2016. Nýggjur forseti verður valdur fyrsta dagin, og tað verður ikki Myint Swe, tí sambært grundlógini kann ein varaforseti ikki taka við forsetaembætinum. Frískúlin við Hoyvíkstjørn gavst 1. august í 2014. Lærarafelagið og Frískúlin við Hoyvíkstjørn eru ikki samd um, nær lærararnir eru uppsagdir. Mentamálaráðið er fyribils dømt at góðtaka grundregluna um, at landið eigur eisini at rinda 85 prosent av uppsagnarlønini hjá lærarunum í frískúlunum. Frískúlin við Hoyvíkstjørn ella Adventistaskúlin hevur tó stevnt Mentamálaráðnum í sambandi við júst uppsagnarlønina hjá lærarunum í Frískúlanum við Hoyvíkstjørn. Føroyska A landsliðið í kvinnuhondbólti spælir sín triðja dyst í undankappingini til EM endaspælið móti Makedonia í høllini á Hálsi í Havn. Vónirnar hjá kvinnunum eru góðar, og tær vænta ein spennandi dyst í kvøld. Daniella Joensen, Viviann Petersen og hjálparvenjari Sophus Dahl Christiansen vitjaðu morgunsendingina í morgun . Mangan hevur verið skrivað, at Facebook veit nógv um ikki alt um okkum. Í roynd og veru kennir Facebook okkum betur enn okkara nærmastu. Tað skrivar TV2 . Í 2015 mentu granskarar frá Cambridge University eina nýggja algoritmu, sum metir um tína persónligheit við at taka støði í tí, sum tú dámar á Facebook. Tá tú eitt nú dámar eina síðu ella eina leinkju á Facebook, leggur tú eitt talgilt spor eftir tær. Tað er hetta sporið, sum algoritman brúkar til at meta um okkara persónligheit, og metingin sigst at vera sera neyv. Tá tú hevur dámað 10 ferðir, kann algoritman meta um persónligheitina hjá tær neyvari enn tínir starvsfelagar kunnu. Aftaná 70 likes er metingin neyvari enn hjá vinfólki. Eftir tú hevur trýst á like knøttin 150 ferðir, kann algoritman greiða neyvari frá tínari persónligheit enn familjan kann, og eftir 300 likes er hon neyvari enn hjá maka tínum. Kannginin, sum varð gjørd í 2015, vísti, at tað, sum vit hava dámað á Facebook, kann geva ábendingar um eitt nú okkara kynsliga samleika og politisku hugsjónir. Algoritman sær ein samanhang, sum ikki annars er beinleiðis sjónligur. Tað verði seg ein samanhangur millum til dømis intelligens og matuppsløg, sum tú hevur dámað. Tú kanst fáa eina persónsligheitsmeting her . Hetta krevur tó, at tú gevur heimasíðuni atgongd til tínar persónligu dátur á Facebook. Um vikuskiftið skrivaðu dagbløðini The Observer og New York Times, hvussu privata greiningarfyritøkan Cambridge Analytica ólógliga hevur misnýtt upplýsingar hjá milliónum av Facebook brúkarum til millum annað at ávirka amerikanskar veljarar á forsetavalinum í 2016. Ein spurnarkanning varð gjørd, har facebook brúkarar kundu finna fram til, hvat slag av fólki tey vóru. Men forritið var gjørt soleiðis, at tað ikki bara seyg dáturnar hjá teimum luttakandi til sín, men eisini allar dátur hjá vinum teirra á facebook. 270.000 fólk á facebook valdu at trýsta á hesa spurnarkapping, og soleiðis vórðu dátur frá eini 50 milliónum facebook brúkarum fingnar til vega, uttan at tey høvdu givið loyvi til tað ella vistu um tað. BBC skrivaði í gjár, at nevndarformaðurin í Facebook, Mark Zuckerberg, er biðin um at koma í parlamentið at greiða frá, hvønn leiklut Facebook hevur havt í dátu gøluni, sum nú leikar á. Tó eru nøkur ráð fyri, hvussu tú kanst tryggja tínar persónligu dátur á sosiala miðlinum. Logga á Facebook, trýst á stillingar og síðani á Appir í vinstra bredda. Trýst á Forrit, vevsíður og ískoytisforrit . Trýst á Ógilda platform . Tá tú hevur gjørt hetta, kanst tú ikki brúka aðrar appir á Facebook. Tað merkir eitt nú, at tú frameftir ikki kanst brúka Facebook til at rita inn á øðrum heimasíðum, og tú kanst ikki luttaka í spurnarkanningum ella brúka appir, sum brúka tínar upplýsingar á Facebook. Tú kanst eisini velja, at ógilda tær ymsu appirnar, sum fyrr hava fingið atgongd til upplýsingar hjá tær. Harafturat kanst tú á hesi síðuni eisini rætta tær upplýsingar, sum vinfólk tíni geva víðari, tá tey geva appum ella síðum atgongd til sítt Facebook. Og tað ger, at bankin nú væntar, at úrslitið í ár verður 165 til 215 milliónir krónur, tað eru 15 milliónir meira enn fyrr fráboðað. Myndugleikarnir siga, at hvíti 24 ára gamli maðurin sprongdi seg í bili sínum í Austin, tá løgreglan skuldi handtaka hann. Ein løgreglumaður fekk skaða í hørðu spreingingini. Løgreglan heldur, at maðurin hevur sent 5 brævbumbur, sum kravdu tvey mannalív og fýra fólk fingu skaða. Tað er enn ógreitt, hví hann framdi atsóknirnar. Løgreglan vil hvørki upplýsa navn, ella um hann var ættaður úr Austin. Tað er eisini ógreitt, um maðurin var einsamallur um atsóknirnar. Hildið verður, at stjórnin hevur rindað loysigjald fyri at fáa genturnar aftur til famliljur sínar í Dapchi statinum í landnyrðings Nigeria. Eg havi ein lista yvir horvnar gentur, og vit fara nú at kanna lista og staðfesta, hvussu nógvar enn ikki eru komnar aftur í aftur, sigur Bashir Manso, sum er talsmaður fyri tey avvarðandi. Myndugleikarnir og Muhammadu Buhari, forseti, eru undir hvøssum atfinningum fyri, at Boko Haram kundi burturflyta genturnar í farna mánaði. Amnesty international skuldsetti so seint sum í gjár herin fyri ikki at hava tikið nógvu ávaringarnar um Boko Haram álop móti skúlanum í Dapchi í álvara. Muhammadu Buhari, forseti, vann forsetavalið fyri trimum árum síðani við lyftum um, at burturfluttu genturnar koma heimaftur, og at herurin skal knúsa Boko Haram. Altjóða tuberkladagur er 24 mars, í tí sambandi endursenda vit røðina Tuberklarnir í Føroyum frá 1990. Smittan. Tuberklasjúkan var ein stór plága í fyrru helvt av farnu øld. Flest allar familjur hava onkran, sum er deyður av hesu ringu sótt. Tuberklarnir smittaðu illa, og smittuvandin var stórur bæði á sjógvi og landi. Tíðirnar vóru ringar, og fólk livdu tætt saman. Lagt til rættis Dagmar Joensen Næs og Sigrun Samuelsen. Tórshavnar Kommunu stendur í boði at taka ímóti meira enn hálvari millión rúmmetrum av gróti úr Sandoyartunlinum. Men enn veit kommunan ikki, hvat grótið í sofall skal brúkast til. Radarin var á borgarafundi á Velbastað týskvøldið, har kommunan legði nøkur hugskot fram og eisini bað íbúgvarar koma við góðum hugskotum. Luttakarar Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í innlendismálum Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu Alt bendir á, at samgongan og Sjálvstýri einsamøll skulu bera pensjónsnýskipanina gjøgnum løgtingið. Hvørki Sambandsflokkurin ella Fólkaflokkurin eru við í nakrari semju um, hvussu framtíðar pensjónsviðurskiftini hjá øllum føroyingum skulu síggja út. Eisini Miðflokkurin er ivasamur. Luttakarar Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin Jan Otto S. Holm, fíggjarráðgevi Leygardagin komandi verður frumframførsla av væl kendu operuni, Dagbókin hjá Leporello eftir Wolfgang Amadeus Mozart. Leikstjóri og sangari greiða frá operuni og um verkætlanini. Vit fáa vitjan av stovnarunum av tiltøkunum Heima, Heimabit og Hoyma, sum er Jón Tyril, og við sær hevur hann Siggu Vang samstarvsfelaga. Spaniólin, Mariano Gonzales Campo hevur serligan áhuga í føroyskum máli og mentan, og hevur millum annað týtt føroysk kvæði, føroyasøgu og nú eisini V.U. Hammershaiimb. Vit ringdu til Mariano í Bergen. Vit tosa eisini við fyrireikara av tónleikakappingini Stella Polaris Sement um markamótið millum rútmiskan og klassiskan tónleik, nú Stella Polaris og Sement eru løgd saman. Tá hendan samgongan varð skipað, skilti fiskivinnupolitikkurin samgonguna og Sjálvstýri, og eg má staðfesta, at tað ger hann enn, sigur Jógvan Skorheim. Tey heita á landsstýrið um at leggja lógaruppskot fyri tingið um at bjóða út tunnil til Fámjins. Arbeiðið skal gerast í sambandi við, at farið verður undir Hvalbiartunnilin. Teir, sum hava lagt uppskotið fram, eru andstøðutingmenninir, Jenis av Rana, Kaj Leo Holm Johannesen og Jacob Vestergaard, og samgongutingmenninir, Heðin Mortensen og Kristin Michelsen. Tað hevur vakt ans, at tveir samgongutingmenn eru við at leggja uppskotið um Fámjinstunnil fram, tí við hesum ganga teir ímóti ætlanini hjá samgonguni um, hvussu tunlar skulu raðfestast. Heðin Mortensen, sum er millum teirra, ið hava lagt uppskotið fram, segði í Degi og Viku 13. mars, at tað er ein betri loysn at gera Hvalbiartunnilin og Fámjinstunnilin samstundis Býráðið í Havn fer í kvøld at samtykkja at broyta byggisamtyktina við Oknarvegin, tað er nýggi vegurin, har sum høvuðssætið hjá BankNordik er. Neyðugt er at broyta byggisamtyktina fyri økið, um hotell skal byggjast á tí. Ein partur av økinum er í galdandi byggisamtykt ætlaður stakhúsum, ikki millum annað gistingarhúsum. Sarkozy er skuldsettur, eftir at løgreglan hevur avhoyrt hann í meira enn 20 tímar, um hvussu forsetavalstríðið varð fíggjað í 2007. Sarkozy hevur verið undir illgruna fyri at hava tikið í móti 50 milliónum evrum frá stýrinum hjá fyrrverandi libyska leiðaranum, Gadaffi, at reka valstríð fyri í Fraklandi. Upphæddin er tvær ferðir størri, enn lógin loyvir politikarum í Fraklandi at taka ímóti í stuðli. Og hetta stríðir eisini ímóti reglunum um at taka ímóti útlendskum peningastuðli. At kalla øll vinnan hevur í hoyringarskrivum og undir hoyringum í Vinnunevndini gjørt vart við, at uppboðssøla av veiðirættindum er stórt afturstig í tí stóru menning, sum vit seinastu árini hava sæð í fiskivinnuni, síðani seinasta samgonga hækkaði uppsjóvarkvotupartin munandi, sigur Fólkaflokkurin í viðmerkingunum til lógaruppskotið. Sagt verður í viðmerkingunum til uppskotið, sum er til samtyktar, at trúarfrælsi er grundleggjandi partur av fólkaræðinum, men við hesum frælsi fylgir eisini ábyrgdin at virða aðrar áskoðanir. Sjálvstýri vil hava bann fyri at hava hettu á høvdinum, sum fjalir andlitið, men hetta er ikki galdandi, um eygu, nøs og muður ikki eru fjald. Pløggini burka og niqab verða fevnd av banninum, og hetta er ein liður í at staðfesta mentanarligu karmarnar, sum føroyska samfelagið eigur at vera innrættað eftir, sigur Sjálvstýri í viðmerkingunum til uppskotið. Arbeiðið skuldi verða liðugt 31. mars, men neyðugt er við nøkrum vikum afturat, sigur Boði Haraldson, rakstrarleiðari fyri infrakervið hjá Landsverki. Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eystur Kommunu, segði tíðliga í februar mánaða, at vegurin var 80 ára gamal og ikki gjørdur til ta nógvu ferðsluna, sum er á vegnum nú. Turið Horn, forkvinna í Náttúru og umhvørvisnevndini í Tórshavnar Kommunu, sigur, at føroyingar heilt greitt eru blivnir meira tilvitaðir um umhvørvisspurningar. Tað sigur Heilsumálaráðið í svari til Trivnaðarnevndina hjá løgtinginum, sum viðger eitt uppskot til samtyktar hjá Miðflokkinumum um at brúka kannabis sum heilivág í einari royndarskipan sum ta, ið er galdandi í Danmark. Tveir sonevndir tilbúningar eru við í royndarskipanini í Danmark, sum ikki eru loyvdir í Føroyum. Teir eru ikki skrásettir í Føroyum. Løgreglan gavst við kanningunum, og statsadvokaturin boðaði Bjarna Hammer frá, at tað varð gjørt, tí einki bendi á, at hann hevði gjørt nakað revsivert. Aksel V. Johannesen, løgmaður, og formaður í Javnaðarflokkinum, sum heitti á Bjarna Hammer um at fara í farloyvi, meðan málið varð kannað, staðfesti eisini, at einki forðaði fyri, at hann kundi taka sætið aftur í tinginum. Eg havi gjørt av at fara til arbeiðis í tinginum, og eg gleði meg til at taka tingarbeiðið uppaftur, sigur Bjarni Hammer við heimasíðuna hjá Norðlýsinum. Lars Olsen, landsliðsvenjari sigur, at liðini eru jøvn á hesi venjingarleguni, so føroyska landsliðið kann fáa nógv burtur úr uppihaldinum í Spania. Hann væntar tveir tættar vinardystir. Í dag spælir landsliðið móti Lettlandi og sunnudagin móti Liktinstein. Atli Gregersen, liðskipari, sigur hinvegin, at tað er einki sum eitur vinardystir í fótbólti. Vit fara all in og vóna sjálvandi, at vit vinna, sigur Atli Gregersen. Annars er hann fegin um, at landsliðshópurin er savnaður aftur fyri fyrstu ferð í nakrar mánaðir, og teir hava tað gott í Spania, og sum altíð verður borðreitt við pasta, rís og høsnarunga, men kaffið góðskan er ymisk frá uppihaldi til uppihald í Spania. Atli gevur kaffinum á hesum túrinum eitt seks tal á einum skala frá 1 10. Norðoya Kunningarstovu, sum skipar fyri Earth Hour fyri Klaksvíkar Kommunu, heitir á fólk um at sløkkja ljósið leygarkvøldið. Tey hava annars ikki luttikið í Earth Hour undanfarin ár. Olivia Døgg Fríðfinsdóttir er samskipari á Norðoya Kunningarstovu, og hon sigur, at tey vilja fegin varpa ljós á umhvørvið, og vóna, at fólk verða meira tilvitað aftaná hesa løtuna leygarkvøldið. Norðoya Kunningarstova skipar ikki fyri nøkrum størri tiltaki í hesum sambandi, men tað er eisini eitt tilvitað val. Tey vóna, at fólk eru heima og hugna sær saman í myrkrinum og gera ymiskt, sum ikki brúkar orku. til dømis spæla ludo ella onnur borðspøl, og so kunnu fólk eisini royna at píska róma við hond og vita, hvør pískar skjótas, sigur Olivia Døgg Fríðfinsdóttir. Men keypir tú sama málning frá sama listafólki ella á eini uppboðssølu í útlandinum, so leggur landið 25 prosent omaná kostnaðin, tá málningurin kemur aftur til landið. Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum skilir væl sjónarmiðið. Hon vil treyðugt úthola MVG lógina, men lovar at seta embætisfólk at kanna málið. Tórshavnar Kommunu stendur í boði at taka ímóti meira enn hálvari millión rúmmetrum av gróti úr Sandoyartunlinum. Men enn veit kommunan ikki, hvat grótið í sofall skal brúkast til. Radarin var á borgarafundi á Velbastað týskvøldið, har kommunan legði nøkur hugskot fram og eisini bað íbúgvarar koma við góðum hugskotum. Luttakarar Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í innlendismálum Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu Alt bendir á, at samgongan og Sjálvstýri einsamøll skulu bera pensjónsnýskipanina gjøgnum løgtingið. Hvørki Sambandsflokkurin ella Fólkaflokkurin eru við í nakrari semju um, hvussu framtíðar pensjónsviðurskiftini hjá øllum føroyingum skulu síggja út. Eisini Miðflokkurin er ivasamur. Luttakarar Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin Jan Otto S. Holm, fíggjarráðgevi Ein banki má ongantíð standa uttan stjóra, sigur Birgir Nielsen, nevndarformaður í samtakinum, sum verjir avgerðina um at rinda fyribilsstjóranum meira enn 22.500 krónur um dagin fyri at vera til arbeiðis. Bjørn Mortensen verður fyrstuferð valdur í nevndina í Betri Banka 21. apríl í fjør. Minni enn tríggjar mánaðir seinni, hin 13. juli, fer Súni Scwartz Jacobsen frá sum stjóri. Og knappliga stendur bankastjórasessurin tómur. Birgir Nielsen er nevndarformaður í Betri samtakinum, og hann er eisini næstformaður í Betri Banka. Sambært Birgiri Nielsen er tað táverandi nevndarformaður í Betri Banka, Torben Nielsen, sum ger avtaluna við nevndarlimin Bjørn Mortensen, um at seta seg í stjórasessin beinanvegin. Sambært Birgiri Nielsen er avtalan galdandi í umleið hálvt ár, og lønar støðið skal vera tað sama, sum Súni Schwartz Jacobsen fekk. Fyrrverandi franski forsetin, Nicolas Sarkozy sigur, at skuldsetingarnar um, at hann skal hava fingið pengar frá fyrrverandi libyska leiðaranum, Muammar Gaddafi til sítt valstríð, ger lívið til eitt helviti . Hann er skuldsettur fyri ólógliga fígging av valstríðnum í 2007, fyri svik við almennum lybiskum pengum og fyri passiva korruptión. Hann sigur, at hetta er hevndarsøka úr Libya, tí hann tók avgerð um at senda fronsk stríðsflogfør at bumba í Libya, tá uppreistur var har í 2011, og sum endaði við, at Gaddafi varð dripin. Her verður Sarkozy endurgivin fyri at siga, at hann skilir, at skuldsetingarnar eru álvarsligar, men at talan er um bakbit, og at skuldsetingarnar hava gjørt lívið hjá sær til eitt helviti síðani mars 2011, tá tær av fyrstan tíð vóru bornar fram, tá av Moammar Gaddafi sjálvum. Tað kemur altíð væl við hjá barnafamiljum at sleppa undan at skula keypa hvørt tað einasta plaggi, sum barnið hevur brúk fyri, sigur Joan M. Joensen. Málverjin,Gunnar Nielsen, er darvaður av skaða í fótinum, og verður tí spardur í fyrra dystinum, soleiðis at hann skjótari kann koma fyri seg til seinna dystin, sum verður móti Liktinstein sunnudagin. Hetta merkir, at Teitur M. Gestsson byrjar í málinum, og spælir eftir ætlan fyrra hálvleik, áðrenn Trygvi Askham kemur inn at spæla seinna hálvleik. Heimasíðan hjá FSF skrivar, at Føroyar í kvøld spæla við 4 4 2 skipan. Merkisvert er, at Brandur Olsen, sum hevur verið skaddur, aftur er á miðvøllinum Hesir 11 byrja móti Lettlandi Teitur M. Gestsson Jónas T.Næs Atli Gregersen Sonni Ragnar Nattestad Rógvi Baldvinsson Gilli R. Sørensen Rene Shaki Joensen Hallur Hansson Sølvi Vatnhamar Brandur H. Olsen Jóan Símun Edmundsson Dysturin millum Føroyar og Lettland byrjar klokkan 17 00, og hann kann stroymast umvegis heimasíðuna. Stroymingin byrjar klokkan 16 45. Krígsbørnini seinna sending. Hundraðtals føroyskar kvinnur funnu saman við bretskum hermonnum, tá hesir hersettu Føroyar undir seinna heimsbardaga. Nógvar giftust í Onglandi, men aðrar stóðu eftir sum einligar mammur. Tær vóru fyri eini stórari eyðmýking, tá faðirskapsmálið kom fyri í rættinum. Fleiri av krígsbørnunum vóru illa happað, bæði av børnum og vaksnum. Mammurnar vildu treyðugt siga børnunum frá um pápan, og mong bíðaðu í fleiri áratíggju við at leita eftir sannleikanum um pápan, sum ikki kom aftur til Føroyar eftir kríggið. Málið snýr seg um, at báðir løgreglumenninir høvdu ferðast til Zanzibar, og at partur av útreiðslunum hevði ríkmaðurin, Karsten Ree, rindað fyri teir. Tað kennist ordiliga gott, og tað er nakað, sum eg altíð hava ynskt mær at eg eina ferð fór at gera, sigur Konni Kass, ið syngur og leggur navn til bólkin. Eg havi altíð gingið á Roskilde og droymt um, at eg ein dagin slapp at standa á pallinum har. Tað føldist óveruligt at fáa tað at vita. Sum stjóri í Smyril Line bjóðaði Rúni Vang Poulsen uppá stykkið. Tilboðið varð viðgjørt í nevndini í BankNordik, har Rúni Vang Poulsen er næstformaður í nevndini fyri Bank Nordik. 1. mars boðar BankNordik frá, at bankin hevur selt stásiliga høvuðssætið á Oknarvegi í Havn til reiðaríið Varðan í Gøtu fyri 140 milliónir krónur. Umframt sjálvan bygningin eigur BankNordik eisini alt økið rundanum tilsamans 27.000 fermetrar. Økið fylgdi við søluni. Men har fór eisini ein annar handil fram. Smyril Line keypir okkurt um 7000 fermetrar av lendi frá BankNordik og her ætlar flutningsfyritøkan at byggja eitt gistingarhús við 126 kømurum, sum skal standa liðugt í 2020. Talan er enn um eina sonevnda treytaða keypsavtalu , sum kemur í gildi, tá formlig viðurskifti sum frámatrikulering og broyting í byggisamtykt eru komin uppá pláss. Rúni Vang Poulsen, stjóri í Smyril Line, váttar fyri útvarpinum, at Smyril Line keypir hetta lendið frá BankNordik. Hann vil tó ikki upplýsa prísin. Rúni Vang Poulsen kom í nevndina í BankNordik á aðalfundinum í 2015. Hann var tá formaður í Fíggingargrunninum frá 1992, sum hevur eina uppgávu at umsita almenna triðingin av BankNordik. Sum formaður í Fíggingargrunninum fór Rúni Vang Poulsen also inn í nevndina í BankNordik, har hann á aðalfundinum í 2015 gjørdist næstformaður. Hetta var árið, tá stórvask var í nevndini fyri BankNordik øll sitandi nevnd við Klavs Rasmussen á odda varð koyrd til hús og nýggj nevnd við Stine Bosse sum forkvinnu og Rúna Vang Poulsen sum næstformanni, varð sett í staðin. Á aðalfundinum í BankNordik í morgin fer Rúni Vang Poulsen úr nevndini í BankNordik. Fíggingargrunnurin frá 1992, sum fyri trimum árum síðani setti Rúna Vang Poulsen í nevndina, vil nú hava John Henrik Holm at umboða grunnin í nevndini. Eina avtalu um, at Smyril Line har Rúni Vang Poulsen er stjóri keypir umleið 7000 fermetrar av jørð frá BankNordik til at byggja hotell á. Rúni Vang Poulsen hevur ongar viðmerkingar til sín dupultleiklut. Ikki annað enn at hann sum næstformaður í nevndini í BankNordik einki hevur havt við handilin at gera. Rúni Vang Poulsen varð settur uttanfyri hurðina, og so tryggjaðu vit okkum ein góðan prís, sigur Stine Bosse, forkvinna í nevndini fyri BankNordik. Nevndarforkvinnan í BankNordik tekur also tvey atlit, tá tað gerst greitt, at næstformaðurin Rúni Vang Poulsen vegna Smyril Line vil keypa jørð frá bankanum. Rúni Vang Poulsen verður settur uttanfyri hurðina, meðan málið verður viðgjørt. Og bankin má tryggja sær rætta marknaðarprísin fyri lendið. Stine Bosse tekur also fyri givið, at vóru aðrir møguligir keyparar, so hevði forstjóri bankans, Árni Ellefsen, vitað um teir og so hevði nevndin frætt tað tann vegin. Men eingin almenn fráboðan er komin um, at bankin hevur selt burturav sínum ognum til Smyril Line. Og prísurin ja, hann er framhaldandi loyniligur. Sangirnir, ið royna seg, eru Fyrsta eygnabrá Erla Poulsen Óruddiliga organið Steso The Little Man Karl Martin Samuelsen Sarah Teitur Alien Silvurdrongur Aksel V. Johannesen, løgmaður, er kortini bjartskygdur um, at tað fer at bera til at fáa samtykt fleiri mál, hóast samgongan hevur mist meirilutan. World Media Awards er virðisløn, sum 10 altjóða miðlar velja. Teir eru National Geographic, New York Times, TIME Magazine, Newsweek, Wall Street Journal, The Economist, Forbes, Bloomberg, Fortune og Washington Post. Meirilutin í Vinnunevndini hjá løgtinginum, sum andstøðan eigur, mælir til at strika heimildina at selja aliloyvi á uppboði. Meirilutin heldur tað vera løgið, at landsstýrið ger so stóran mun á fiskivinnuni og alivinnuni. Í alivinnuni skulu verandi fyritøkur varðveita øll síni loyvi, men í fiskivinnuni eru okkurt um 30 av loyvunum tikin frá verandi feløgum og skulu seljast á uppboðssølu ella latast øðrum, sigur meirilutin í Vinnunevndini. Semja er um at seta í lógina, at um loyvi, sum verður givið til at ala onnur djóra og plantusløg, sum liva í vatni ella sjógvi, enn laks og síl, ikki hevur verið brúkt í tvey fylgjandi ár, fellur tað aftur til landið. Minnilutin, sum í Vinnunevndini er samgongan, mælir til, at fjórða hvørt ár fyri 1. november leggur landsstýrismaðurin frágreiðing fyri løgtingið um støðuna í alivinnuni, og hvørjar ætlanir eru við henni. Tá fíggjarlógin fyri 2018 varð samtykt fyri jól, segði meirilutin í fíggjarnevndini, at tunnilstoymið skuldi raðfesta Dalstunnilin fyrst og síðani Tjørnuvíkartunnilin. Henrik Old bað um 7 milliónir krónur til tunnilstoymið. Hann heldur, at tað er rættast at byrja við Fámjinstunlinum, og so má tunnilin í Dali bíða. Dulnevnd umboð fyri manningina á Ennibergi boðaðu Dátueftirlitinum, almenninginum og Fiskimannafelagnum frá , at reiðarin hevði sett vakmyndatól upp á verksmiðjuni. Reiðarin segði, at hetta hevði fingið framleiðsluna upp í topp, men Dátueftirlitið segði, at tað var ólógligt at seta myndatól upp uttan loyvi. 270.000 fólk á facebook høvdu valt at trýsta á eina kviss, sum lovaði at siga tær, hvør typa tú ert. Í tí dulda fóru bakdyrnar hjá hesum 270.000 á víðan vegg, og allar dátur frá teimum og teirra netverki vórðu tiknar av eini privatari fyritøku, kallað Cambridge Analytica. 50 milliónir facebook brúkarar mistu sínar persónsdátur, sum vórðu brúktar til at ávirka forsetavalið í USA. Á duldum upptøkum hjá Channel 4 reypar Cambridge Analytica av at hava ávirkað val í USA, Mexico, Indonesia, Kina og í Afrika. Eisini sigst fólkaatkvøðan í Bretlandi um Brexit at hava verið í skotlinjuni. Myndugleikar vita ikki hvørjum beini, teir skulu standa á, men ES hevur boðað frá strangari lóggávu nú í vár, har ognarrætturin til persónsdátur verður staðfestur, og bann verður sett fyri, at appir tildømis kunnu biða brúkarar um at góðtaka generell lyfti, sum siga, at appin fær loyvi at brúka tínar dátur til at bøta um hesa vøruna . Rúni Vang Poulsen hevði ein dupultleiklut , tá hann sum stjóri í Smyril Line keypti jørð frá Bank Nordik til hotell. Rúni Vang Poulsen sat nevniliga samstundis sum næstformaður í bankanum, sum seldi sær jørðina . Formaðurin í Betri samtakinum og næstformaðurin í Betri Bankia, Birgir Nielsen noyddist eisini at svara , hví ein fyribilsstjóri í bankanum fekk 1,7 milliónir krónur við sær eftir 77 dagar í starvinum. Tað svarar til eina dagsløn, sum er meira enn ein arbeiðari fær ein heilan mánað. Í 2015 mentu granskarar frá Cambridge University eina nýggja algoritmu, sum metir um tína persónligheit við at taka støði í tí, sum tær dámar á Facebook. Tey vilja vera við, at tey kenna teg betur enn tey nærmastu rundan um teg, um tær hevur dámt nógv á Facebook. Ein kann royna persónligheitsmetingina hjá Cambridge University sjálv ur, og síggja, hvussu sonn hon er her . Síðsta vikuskifti kom fram, hvussu privata greiningarfyritøkan, Cambridge Analytica, ólógliga hevur misnýtt upplýsingar hjá milliónum av Facebook brúkarum til millum annað at ávirka amerikanskar veljarar á forsetavalinum í 2016. Eisini hava tey brúkt dátur til sálarfrøðiliga profilering av fólki, og tilfarið er latið Trump leguni undir forsetavalstríðnum. Web samskiparin í Kringvarpinum um, Eyðbjørt Skylv Midjord, greiddi frá hesum í morgunsendingini. Grillbarrin hjá Símun er ein av nógvu tættunum í vælvitjaðu Suðuroyarkaberettini, sum hevur fingið láturin at runga í SALT. Nón vitjaði Suðuroynna hósdagin. Vit prátaðu við leikstjóra og leikarar í Suðuroyarkaberettini. Og mangt annað var á skránni. Tosað varð um millum annað um fisk og ferðavinnu, og luppurin varð settur á møguleikar og avbjóðingar í Suðri. Og hósdagsgesturin var Ólavur Rasmussen, sum eigur stóran leiklut í at fáa nýtt lív í Saltsiluna. Borgmeistarin í býnum Trebes sigur sambært Danmarks Radio, sum endurgevur Le Depeche, at tann deyði er slaktarin í sølumiðstøðini, har gíslatøkan skal vera farin fram. Borgmeistarin sigur, at allir gíslar eru latnir leysir uttan eitt løgreglufólk. AFP sigur , at franski ákærumyndugleikin rannsakar hetta málið sum eina yvirgangsatsókn, og at brotsmaðurin eftir øllum at døma stuðlar Islamskum Stati, og at motiv hansara fyri gíslatøkuni skal vera hevnd fyri Sýria. Tíverri halda vit, at ein persónur er dripin, men vit fáa ikki sent lækna inn á staðið at kanna tað, sigur økis politiovastin við AFP. Tað sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, í viðmerkingunum til uppskotið um játtanarkarmar næstu árini, sum varð lagt fram í dag. Løngjaldingarnar eru vaksnar umleið seks prosent seinasta árið, og 700 løntakarar eru komnir aftrat, ella 2,6 prosent, og tað er tað mesta nakrantíð. Fráflytingin er tann minsta, sum er skrásett síðani 1970. Og fyri fyrstu ferð í tíggju ár er talan um veruligan og áhaldandi fólkavøkstur. Støðan í byggivinnuni og gongdin á sethúsamarknaðinum og arbeiðsmarknaðinum geva greiðar ábendingar um, at nógv ferð er á búskapinum, sigur Kristina Háfoss. Hinvegin eru ikki tekin um stórvegis útlánsvøkstur. Seinasta árið er bruttoútlánið til húsarhaldini vaksin trý prosent og sjey prosent til vinnukundar. Hetta talar ímóti, at búskapurin sum heild er ovhitaður, og talar ímóti, at tað í løtuni er lánsfíggjaður vøkstur í búskapinum, sigur landsstýriskvinnan í fíggjarmálum. Sum búskaparstøðan er, verður neyðugt at tálma almennu útreiðslurnar, sigur Kristina Háfoss, og mælt verður til, at rakstrarvøksturin næsta ár verður tvey prosent. Íløgukarmurin lækkar eisini eit vet næsta ár. Mær dámdi betur at vera prestur í útlondum enn í Føroyum. Tað passaði betur til mítt DNA. Hetta við trúarspurningum í Føroyum er vorðið øgiliga trongt og trupult fyri nógv. Ólavur Rasmussen er kendur sum presturin, ið hevur fingið SALT uppaftur at standa í Suðuroy. Vit fara eitt sindur aftur um mannin og tosa við Ólav um barndómsminni, um virði, um Kierkegaard og stóru verkætlanina SALT, sum er hansara lívsverk. Alivinnan er stór, og framleitt verður á so at siga á hvørjum einasta firði í landinum. Kortini er eingin vitan um umhvørvið og lívið, sum annars er har, ið aliøkini eru. Og tað má broytast. Umhvørvisstovan sigur púra greitt í sínum hoyringarsvari, at alingin, sum er ein av størstu vinnununum, eisini er ein týðandi dálkingarkelda, sum kann hava álvarsligar avleiðingar fyri lív og umhvørvið á firðunum. Umhvørvisstovan harmast um, at ein meginregla um, at alingin skal vera umhvørvisliga fullgóð, ikki er við í uppskotinum, og serliga fílist Umhvørvisstovan á, at umhvørvisárinsmetingar slett ikki eru partur av uppskotinum. Vitanin um vistfrøðina á firðunum, sum millum annað eisini eru vakstrarøki hjá ungfiskinum, er sera avmarkað, sigur Umhvørvisstovan, og tí mæla tey til, at árinsmetingar skulu gerast av hvørjum firði. Tað er ikki eitt krav í samband við aling á firðunum í Føroyum. Tað vil Umhvørvisstovan hava broytt, soleiðs at alifeløg skulu leggja eina árinsmeting við eini umsókn um aliloyvi ella í samband við endurnýggjan av einum aliloyvi. Árinsmetingar, ið meta um avleiðingarnar fyri allan fjørðin, har virksemi skal verða. Lena Zisakon, umhvørvisviðgeri á Umhvørvisstovuni, sigur, at við at kanna firðirnar, so fæst ein greiðari mynd eisini av, hvussu nógv alivirksemi teir ymsu firðirnir klára. Tá s ystkini, Igor og Miroslava Klein, komu til Føroya miðskeiðis í hálvfemsunum, stóðu tey í passinum hjá mammuni, sum var vanligt tá. Tey hava nú fingið egin pass, men tað hevur tikið teimum 11 ár at fáa pass sum føroyingar. Systkini bæði, Igor og Miroslava Klein, hava búð í Føroyum í meira enn 20 ár, men tað er bert ein lítil mánaður síðani, at tey fingu egin pass. Í 1996 komu Igor og mamma hansara, Hanna, til Føroya at búgva hjá mostrini, sum var gift til Sandavágs. Men tvey ár seinni boðaðu myndugleikarnir frá, at Hanna og Igor skuldu sendast aftur til Ukraina. Í september 1998 vóru innsløg um Igor og mammu hansara, Honnu, Degi og viku. Men tað bleiv ikki Føroya Landsstýri ella Útlendingastovan í Danmark, sum funnu eina loysn upp á støðuna hjá Honnu og Igor Dorochenko. Vónleysa støðan fekk eina óvæntaða loysn tríggjar vikur seinni, tí Kamar Klein, sáli, úr Klaksvík, hoyrdi um smádrongin og mammu hansara úr Ukraina. Hann tók tey til sín, og harvið sluppu tey undan at verða send heimaftur til Ukrainu til fátækradømi og neyð. Stutta tíð eftir hetta kom eisini Miroslava til Føroya og Klaksvíkar at búgva hjá mammu síni, beiggja sínum og pápanum, Kamar Klein. Í útvarpssendingini, Vegamótið, í november 2014, greiddi Igor Dorochenko Klein frá allari søguni, og tann sendingin kann hoyrast her. Sjómansmissiónin hevur skrivstovu í Nesvík og hevur ein trúboðara í starvi, sum er Torleif Johannesen. Hann vitjar skip og bátar og sjómanskvinnuringar, sum eru um 40 í tali. Fleiri fólk koyra í Norðoyatunlinum enn í Vágatunlinum. Sløk 1,1 millión akfør koyrdu í Noroyðatunlinum í fjør, sum eisini er nakað meira enn árið fyri. Útgangsstøðið er grundlógin og sjálvstýrislógin, men einki er støðugt í politikki, so hvussu støðan verður um tíggju ella 20 ár, kann eg einki siga um nú, sigur Mette Frederiksen. Hóast henda útsøgnin ikki er ein stuðul til tey í Grønlandi, sum vilja loysa í ríkisfelagsskapinum sum skjótast, so er ein av kendu serfrøðingunum í grønlendskum málum í Danmark ovfarin. Eg havi ongantíð hoyrt ein topp politikara málborið seg so. Eftir øllum at døma er tað vorðið meiri liðiligt í samráðingunum millum Danmark og Grønland enn fyrr, sigur Ulrik Gram Pad, lektari á lærda háskúlanum í Aalborg, við Weekendavisen. Men vit lata upp fyri møguleikanum sum frálíður, og tað er hvørki í dag ella í morgin, at broytingar kunnu verða gjørdar innan fyri karmin, sum ríkisfelagsskapurin er, sigur Nick Hækkerup við Ritzau. Tað stendur í tíðindaskrivi frá Norrøna Felagnum, sum á fjórða sinni hevur heiðrað einum føroyingi, ið hevur verið við til at kunna um norðurlond í Føroyum ella Føroyar í Norðurlondum. Í grundgevingini fyri herðaklappið skrivar felagið, at Sissal fær heiðurin fyri at hava sett føroyska samleikan inn í tær vørur, hon skapar við fyritøkuni Shisa Brand. Shisa og Sissal hava á sín egna hátt dugað at gagnnýtt tað serføroyska og sett tað inn í ein annan, oftani rættiliga modernaðan samanhang. Oftast kennir tú tað serføroyska aftur í mynstrinum ella sniðinum, segði Turid Christophersen millum annað, tá hon gav Sissal herðaklappið. Hugsjónin handan Vistgrøði er hon, at tú keypir ikki meira enn tær tørvar, at tú sleppur undan at dálka umhvørvið, og at tú í stóran mun kann tryggja tær, at tann, ið hevur framleitt vøruna, eisini fær nøktandi pening fyri hana. Vit hava prátað við Borghild á Fløghamri, ið er ein av stigtakarunum til Vistgrøði, har alt arbeiðið er ólønt, men har tú fært so nógv annað í staðin. Tó er tað als ikki trupult at gera nakað við tað, heldur Sissal Kristiansen, sniðgevin handan Shisa Brand, og sum í seinastuni hevur gjørt vart við, at har er ein annar háttur at keypa klæði, enn at keypa bíligt og ofta. Tað snýr seg um at keypa klæði sum tú verður góð ur við, og sum tú kanst brúka aftur og aftur í fleiri ár. So ger tað einki, um tey eru eitt sindur dýrari, og um tey tá eru gjørd úr góðum tilfari, sum kanska enntá er framleitt umhvørvisvinarligt. Um vikuskiftið verður altjóða tiltakið Earth Hour í Havn. Ljósið í býnum verður sløkt í ein tíma, og tankin við hesum er, at vit skulu minnast til at vera góð við jørðina og verða tilvitað um at dálka sum minst møguligt eitt nú við at sløkkja ljósið og spara streym. Hetta er altso eitt tiltak við signalvirði. Men tað liggja ikki nøkur ítøkilig umhvørvisátøk aftanfyri júst hetta tiltakið. Thurið Horn, forkvinna í Náttúru og Umhvørvisnevndini hjá Tórshavnar Kommunu er ein av fyriskiparunum. Vikuskifti hevur hitt hana í kunningarstovuni í Havn fyri at frætta um tiltakið og hvat ítøkiligt, Tórshavnar Kommuna ger fyri umhvørvið í býnum Agnar Lamhauge er ein av tónleikarunum, sum spælir undir, tá ið Dagbókin hjá Leporello skal framførast á Tjóðpallinum. Tónleikurin er úr Don Giovanni eftir Mozart. Agnar spælir bass, og í hesum førinum brúkar hann sín 5 streingjaða kontrabass. Orsøkina sigur hann vera, at hesin bassur kann spæla teir lægru tónarnar í operuni. Hoyr Agnar greiða frá um tónleikin og sín leiklut í bólkinum Jákup Lutzen, sum býr í Danmark, har hann arbeiðir sum tónleikari, kemur til Føroya á páskum at spæla konsert á tiltakinum Heima í Nólsoy. Hetta er ein festivalur, sum fevnir um 22 stovukonsertir í Nólsoyar bygd. Jákup skal spæla eina solokonsert á bratsch, og tónleikurin verður eftir føroysk tónaskøld umframt eitt stykki eftir Bach. Vikuskifti hevir hitt Jákup umvegis telefon Seks framførslur verða av Dagbókini hjá Leporello. Allar eru útseldar, men ætlanin er møguliga at hava onkra eykasýning av operuni. Í 2005, tá tær seks gomlu kommunurnar løgdu saman, búðu 1557 fólk her. Hesi árini er fólkatalið sostatt vaksið við 218 fólkum, sum er 14 prosent, skrivar heimasíðan hjá kommununi. Í samrøðuni, sum tú kanst hoyra her, sigur Óli Johannesen okkum eitt nú um hví hann fót í holtur við hetta virksemi. Eisini hitta vit ein av arbeiðsmonnunum hjá Óla, Beinur Debess. Tá fíggjarlógin fyri 2018 var samtykt fyri jól, segði meirilutin í fíggjarnevndini, at tunnilstoymið skuldi raðfesta dalstunnilin fyrst, og síðani tjørnuvíkartunnilin. Men tann orðingin heldur landsstýrismaðurin ikki vera bindandi. Fámjinstunnilin verður gjørdur fyrst, sigur Henrik Old, landsstýrismaður í Samferðslumálum. Útgangsstøðið er grundlógin og sjálvstýrislógin, men einki er støðugt í politikki, so hvussu støðan verður um tíggju ella 20 ár, kann eg einki siga um nú, sigur Mette Frederiksen. Hóast henda útsøgnin ikki er ein stuðul til tey í Grønlandi, sum vilja loysa í ríkisfelagsskapinum sum skjótast, er ein av kendu serfrøðingunum í grønlendskum málum í Danmark, ovfarin. Eg havi ongantíð hoyrt ein politiskan oddafisk málborið seg so. Eftir øllum at døma er tað vorðið meiri liðiligt í samráðingunum millum Danmark og Grønland, sigur Ulrik Gram Pad, lektari á lærda háskúlanum í Aalborg, við Weekendavisen. Men vit lata upp fyri møguleikanum sum frálíður, og tað er hvørki í dag ella í morgin, at broytingar kunnu verða gjørdar innan fyri karmin í ríkisfelagsskapinum, sigur Nick Hækkerup við Ritzau. 9 fólk stillaðu upp til nevndina og fimm av teimum vóru innstillaði av tilráðingarnevndini. Øll trý, sum vórðu vald, vórðu innstillaði av tilráðingarnevndini. Tað er fyrstu fer í fleiri ár, at umboðsráðið hevur tikið tilráðingarnar hjá tilráðingarbólkinum til eftirtektar og bara valt nevndarlimir, sum nevndir mælir til. Umframt at vera nevndarlimur í Betri PF verður Aslaug Gisladóttir í nevndini hjá Betri Banka og Bogi Nielsen, sum eisini situr í nevndini í Betri Pensjón er nýggjur limur í nevndini í Betri Trygging. So avgjørd eru tey í panelinum til henda spurning, sum kom umvegis sms skipanina. Spurningarnir hesaferð snúgva seg annars um ein nærgangandi starvsfelaga, ein krevjandi stjóra og um konfirmatiónir nær fer man, og hvat gevur man. Í panelinum eru Simona Midjord, Katrin Petersen og Allan Dalsgarð Tað kann kennast eitt stórt stig at taka, skalt tú liva grønari, men øll kunnu gera okkurt. Soleiðis siga gestirnir í sendingini í dag. Borghild á Fløghamri frá áhugafelagnum Vistgrøði, sum selur vistfrøðiligan mat, og Sissal Kristiansen sigur okkum, hvussu vit kunnu vera meira tilvitað, tá vit keypa klæðir. Eisini vitja vit Elina Lindenskov á Dugna, har hon gevur góð ráð um endurnýtslu, og at enda fingu vit vitjan av Elsu Berg, sum hevur sett sær fyri at framleiða minni rusk í gerandisdegnum Í løtuni liggja Føroyar nummar tvey í kappingini við fýra stigum. Nummar 1 er Luksemburg við seks stigum, Skotland liggja nummar trý við trimum stigum og Ísland er aftast við ongum stigi. Mótmælisrørslan, sum kallast The March of Our Lives , byrjaði, eftir at 17 fólk lótu lív í einum skottilburði í einum skúla í Parkland í Florida 14. februar, tá ein 19 ára gamal drongur kom vápnaður í skúlan. Umboð fyri næmingarnar í Marjory Stoneman Douglas High school í Parkland, Emma Gonzalez, helt eina røðu til høvuðstiltakið og mótmælisgonguna í Washington í gjár. Aftaná at hava reksað nøvnini á øllum offrunum upp, so var tøgn í seks minuttir og 20 sekund sama tíð, sum tað tók at drepa tey 17 fólkini. Tað skrivar BBC. Tað verður mett, at heili 800.000 túsund fólk vóru samlað í Washington til høvuðstiltakið seinnapartin í gjár, sambært the Hill. Um vit samanbera við dagin, tá Donald Trump, forseti í USA, tók við starvi Inauguration Day so varð mett, at umleið 600.000 fólk vóru til setanina. Sambært The Guardian eydnaðist tað Puigdemont at koma sær undan finska politinum, tá hann teir seinastu dagarnar vitjaði í Finnlandi fyri at samráðast við politikkarar. Hann býr í útlegd í Belgia. Hann flýddi saman við fleiri av ráðharrunum til Belgia í fjør, tá hann saman við stjórnini í Katalonia varð koyrdur frá. Fyritøkan, Baidu, sum svarar til Google í Kina, er fyrsta fyritøkan, sum hevur fingið loyvi at royndarkoyra bilar uttan bilførara á almennum vegi í Beijing. Loyvið er galdandi fyri 33 vegir og kemur fáar dagar eftir, at ein føraraleysur bilur hjá Uber var orsøk til ferðsluvanlukku í Arizona, har ein doyði, skrivar Business Insider. Uber hevur steðgað sínum royndum við føraraleysum bilum eftir deyðsvanlukkuna í Arizona, men í statinum California kappast man enn um at vera tann fyrsti við føraraleysum bilum. Har er nýliga gjørd lógarbroyting, sum loyvir royndarkoyring av førarleysum bilum uttan trygdarførara, og hendan avgerð er ikki broytt eftir ferðsluvanlukkuna í Arizona. Tað hevur fingið brúkararáðið Consumer Watchdog, at finnast at, og tey kalla royndarkoyringinga fyri eitt lívsfarligt telduspæl , og stjórin á brúkararáðnum kallar ferðsluvanlukkuna í Arizona fyri eitt wake upp call . Hetta vísir greitt, hvørjar avmarkingar eru við føraraleysum bilum, sum ikki hava somu intuitión sum menniskju. Myndugleikarnir mugu kanna gjølla, hvat ein persónur hevði gjørt í júst somu støðu, sigur stjórin fyri Consumer Watcdog, Jamie Court, í samrøðu við sjónvarpsstøðina KCAL 9. Fríggjakvøldið var fyrsti dysturin hjá føroysku kvinnunum á skránni, og taptu tær 24 28 til Slovenia, sum eisini vann sín dyst ímóti Turkalandi. Róland Toftum frá Suðuroyar Svimjifelag setti í gjár nýtt føroyskt met í 50 metra bringusvimjing, tá hann svam teinin upp á 28.62 sekund. Fyrrverandi katalonski forsetin, Charles Puigdemont, varð handtikin av týsku løgregluni fyrr í dag á tætt við grensuna millum Danmark og Týskland. Teir seinastu dagarnar hevur Puigdemont verið í Finnlandi fyri at samráðast við politikarar. Fyrr í dag frættist, at tað eydnaðist honum at koma sær undan finsku løgregluna, og at hann var á veg til Belgia aftur. Sakførarin hjá Puigdemont váttar á sosiala miðlinum Twitter, at loysingarleiðarin varð afturhildin av týsku løgregluna á veg til Belgia. Carles Puigdemont hevur síðani oktober 2017 livað í útlegd í Belgia. Fríggjadagin komu handtøkuboð frá sponsku myndugleikunum, sum kravdu at fáa Puigdemont givnan upp. Føroyska A landsliðið hjá monnum spælir í dag vinardyst í móti Liktinstein. Dysturin er klokkan 16.45 føroyska tíð í Marbella í Spania, har landsliðið er á venjingarlegu. Atli Gregersen, er liðskipari á føroyska landsliðnum, og hann sigur, at teir fara sjálvandi eftir sigrinum, men at nógvir nýggir spælarar fara at royna seg eisini. Hoyr samrøðu við liðskiparan omanfyri. Magni Arge, fólkatingsmaður, hevur víst nógvan áhuga fyri fyrrverandi katalanska forsetanum, Carles Puigdemont, og loysingarstríðnum í Katalonia. Herfyri bjóðaði hann Puigdemont á fund á Christiansborg í Danmark fyri at greiða frá støðuni í Katalonia, og hann hevði ætlanir um at fáa hann til Føroya einaferð í vár. Magni Arge er harmur um handtøkuna og stúrir fyri framtíðini hjá Katalonia. Tað var fyrr í dag, at týska løgreglan handtók Charles Puigdemont tætt við markið millum Danmark og Týskland. Í vikuni frættist tað, at greiningarfyritøkan Cambridge Analytica ólógliga hevur fingið fatur á upplýsingum hjá meira enn 50 milliónum brúkarum á Facebook. Gølan hevur millum annað fingið bretska parlamentið at krevja svar frá stovnarinum, Mark Zuckerberg, sum hevur biðið um umbering fyri gøluna. Hann sigur eisini, at Facebook framyvir fer at gera broytingar á sosiala miðlinum, sum skulu tryggja persónligu upplýsingunum hjá brúkarunum. Ein nýggj kanning hjá Reuters og Ipsos vísir , at minni enn annar hvør amerikanari hevur álit á Facebook, tá tað snýr seg um at seg innan fyri lógina og tryggja persónligu dáturnar hjá brúkarunum. Kanningin vísir, at einans 41 líta á Facebook til at halda lógina um handfaring av persónligum upplýsingum. Harafturímóti líta 66 á Amazon, 62 á Google og 60 á Microsoft til at akta lógina viðvíkjandi persónligum dátum. Í kjalarvørinum av gøluni hevur hashtaggið DeleteFacebook eisini tikið dik á seg á Twitter. Enn er tað tó torført at siga, hvørt brúkarar í roynd og veru kunnu sleppa einum sosialum miðli, sum er so integreraður í lívi okkara, sigur greinari Debra Williamson við Reuters. Sosiali miðilin Mastodon, sum er ein kappingarneyti hjá Facebook, hevur í døgunum eftir gøluna fingið fleiri enn 5.800 brúkarar, skrivar The Washington post . Mastodon sigur seg vera eitt tryggari alternativ til Facebook, og hevur Mastodon slakar 1.1 milliónir brúkarar. Facebook harafturímóti hevur 2.2 milliardir brúkarar. Lars Olsen, landsliðsvenjari hevur gjørt broytingar í hópinum til dystin móti Liktinstein í dag, samanborið við dystin móti Lettlandi hóskvøldið. Rógvi Baldvinsson verður hesaferð at síggja á verjukenda miðvøllinum, samstundis sum Kaj Leo í Bartalsstovu hesaferð er millum teir fyrstu ellivu ístaðin fyri Brand Olsen. Patrik Johannesen fer at spæla sum fremsti áleypari, meðan Jóan Símun Edmundsson verður fluttur eitt sindur longur aftur sum hangandi áleypari. Hesir ellivu byrja dystin móti Liktinstein Gunnar Nielsen Jónas Tór Næs Atli Gregersen Odmar Færø Alex Mellemgaard Rógvi Baldvinsson Hallur Hansson Gilli R. Sørensen Jóan Símun Edmundsson Kaj Leo í Bartalsstovu Patrik Johannesen Russiskir myndugleikar siga, at trý børn doyðu, men enn ber ikki til at siga av hvørjum. Níggju fólk eru innløgd á sjúkrahúsið, og 26 fingu smærri skaða. Trý fólk hava innan fyri stutta tíð havt meslingaeyðkenni í Keypmannahavn. Statens Serum Institut sigur í tíðindaskrivi , at hendingarnar verða mettar at vera partur av einum útbroti. Her var talan um ein eldri mann, sum hevði fingið MFR koppsetingina, og enn eitt smábarn sum vegna ungum aldri ikki varð blivið koppsett. Báðir sjúklingar eru tó frískir aftur. Barnið, sum er fimm mánaðar gamalt, hevði sitið í einum bíðirúmi á einum sjúkrahúsi við øðrum sjúklignum harímillum øðrum børnum, stendur at lesa í tíðindaskrivinum. Fyri nøkrum fáum døgum síðani bað Ráðið fyri sjúklingatrygd foreldur um at halda eyga við børnum sínum, tí meslingasjúkan er ein sera smittandi sjúka. Ein samanstoytur var millum tveir bilar á Vegnum Langa, annar rendi í hin. Fólkini eru flutt á sjúkrahúsið til kanningar, sigur vakthavandi á løgreglustøðini. Tað er óvist, hvussu nógv fólk talan er um, men øll eru flutt á sjúkrahúsið. Bilarnir báðir fóru illa í stoytinum. Túsundtals fólk fóru seinnapartin í dag út í gøturnar í Barcelona at mótmæla handtøkuna av fyrrverandi Katalanska forsetanum, Carles Puigdemont. Tey eru ónøgd við handtøkuna og krevja, at hann ikki verður útflýggjaður til Spania. Í Spania er hann ákærdur fyri uppreistur og kann fáa 25 ára fongsulsrevsing. Tað skrivar TV2 . Mótmælisfólkini brúka millum annað slagorðið Frælsi fyri politiskar fangar í mótmælisrørsluni í dag. Við á mótmælisgongu hava tey eisini katalanska flaggið og bannarar um loysing frá Spania. Sakførarin hjá Puigdemont sigur, at tey hava sett ein serligan løgrfrøðing at taka sær av sakini hjá Puigdemont í Týsklandi. Hann skal fyri ein týskan dómara mánadagin. Ikki øll eru hørm um handtøkuna. Í Madrid fegnast tey, tí teimum dámar ikki Puigdemont, tí hann sum forseti í Katalonia gjørdi uppreistur og royndi at loysa frá Spania. Assembly Nacional, sum er ein felagsskapur fyri Katalanskari loysing frá Spania, hevur lagt fleiri myndir á Twitter. Her eru nakrar teirra Føroyar Liktenstein 3 0 1 0 11. minuttir. 1 0 Kaj Leo í Bartalsstovu 80. minuttir. 2 0 Brandur H. Olsen 83. minuttir. 3 0 Sonni Ragnar Nattestad. Í Grønlandi ætla tey at rudda út tuberkla sjúkuna. Landsstýrið hevur gjørt eina ætlan um, at talið á tuberkla tilburðum skal minkast niður í helvt innan 2025 og vera heilt burtur í 2050. Borgarstjórin skeyt upp at beina málið aftur í Byggi og býarskipanarnevndina og í Teknisku nevnd. Hetta uppskotið varð einmælt samtykt. Tey, sum bjóða upp á verkætlanina hjá Tórshavnar kommunu um 50 íbúðir á Frúutrøð, binda seg til at byggja, fíggja og umsita íbúðir og fríøki. Virkandi tekniski stjórin, býarverkfrøðingurin og virkandi býararkitekturin hjá Tórshavnar kommunu mæla til at bjóða Frúutrøð út í optión til íbúðabygging. Tekniska nevnd tekur undir við hesum, men tó við teirri treyt, at kloakkskipanin verður fíggjað við pengum, sum fáast fyri at selja Frúutrøð, og at kommunan útvegar 41 nýggj bilpláss fyri tey, sum nú eru á Frúutrøð. Minnilutin í Fíggjarnevndini, Heðin Mortensen og Tróndur Sigurðsson, tekur undir við Teknisku nevnd og mælir býráðnum til at samtykkja málið við teirri treyt, sum nevndin hevur ásett um kloakk og bilpláss umframt teirri treyt, at tað bara skal verða loyvt at byggja tríggjar hæddir. Nøkur ár seinni í 2011 varð hon hótt av einum manni á einum parkeringsplássi í Las Vegas. Hetta var tá hon royndi at selja søguna um sambandið við Trump. Í samrøðuni greiðir Stormy Daniels frá, at hon var á veg til eina venjingarmiðstøð við nýføddu dóttrini, tá ein fremmandur maður steðgaði henni. Maðurin bað hana lata Trump vera í friði og gloyma søguna. Síðani segði hann, at hatta er ein vøkur lítil genta. Tað hevði verið synd, um okkurt hendi mammu hennara. Og so hvarv hann , greiðir Stormy Daniels frá í samrøðuni. Samrøðan varð send í fullari longd í sendingini Sixty Minutes í nátt. Fleiri tíðindastovur høvdu tó frammanundan fingið útprent av samrøðuni. Stormy Daniels gjørdi í 2016 eina avtalu við Trump um at tiga við sambandinum, sum tey høvdu. Men 6. mars í ár stevndi hon forsetanum, tí hann hevði ikki skrivað undir avtaluna. Hon bjóðaði sær eisini til at gjalda aftur teir 130.000 dollararnar, hon fekk í sambandi við avtaluna. Stormy Daniels sigur, at hon bara eina ferð hevur havt kynsligt samband við Trump. Tey hildu kortini sambandið við hvørtannað og sóust fleiri ferðir seinni. Í Hvítu Húsunum vísa tey aftur, at Trump hevur havt samband við Stormy Daniels, hóast advokaturin hjá Trump hevur viðgingið, at hann rindaði henni 130.000 dollarar áðrenn forsetavalið í 2016. Tingmenn úr øllum andstøðuflokkunum spyrja nú Høgna Hoydal, landsstýrismann, hví hann hevur valt at selja fiskirættindi á dupult afturlatnari uppboðssølu, ein skipan, sum ikki er roynd í Føroyum fyrr. Jørgen Niclasen, Jógvan Skorheim, Helgi Abrahamsen, Jákup Mikkelsen og Jenis Av Rana spyrja, um Høgni Hoydal ætlar at taka ráðgevingina frá Fiskivinnuráðnum til eftirtektar. Teir spyrja eisini, um Høgni Hoydal ætlar at vísa løgtinginum ta virðing at bíða við at lýsa kunngerðina um uppboðssøluna, til løgtingið er liðugt at viðgera uppskotið um at taka uppboðssøluna úr lógini um sjófeingi, lógini um nýggja fiskivinnuskipan. Tað byrjaði við greiðum sigri á Íslandi, síðani taptu Føroyar ein sera javnan dyst ímóti Skotlandi og sunnukvøldið endaði alt við sigri í einum ótrúliga spennandi dysti ímóti Luksemborg. Jóan Pauli Joensen er við at skriva bók um føroysku húsini og her eru søgurnar um urtapottar áhugaverdar, sigur fólkalívsfrøðingurin. Marjun A. Olsen í Øravíkarlíð, Leivur Højgaard í Saltanagará, Uni Danielsen í Hoyvík og Kathrina L. Holm í Havn, tvey á hvørjum lista, eru vald í Próstadømisráðið. Próstadømisráðið viðgerð fíggjarætlanirnar hjá kirkjuráðunum, gevur stiftsstjórnini tilmæli til góðkenning av fíggjarætlanunum og góðkennir roknskapirnar hjá kirkjuráðunum. Próstadømisráðið skal eisini geva ummæli í málum um útvegan og avhending av fastari ogn, um bygging og niðurtøku av bygningum, um umvælingar og umbyggingararbeiði, sum eftir galdandi reglum skulu leggjast fyri stiftsstjórnina til góðkenningar og um onnur mál av stórum týdningi fyri kirkjuligu kassarnar. Tá komið er til bygdina, gongur fjallfólkið niðan á Eystfelli við staðkendum fólki, sum somuleiðis vísa á og greiða frá um hvussu raksturin verður skipaður. Tað einasta, sum løgmaður kann lova teimum, er, at landsstýrið framvegis hevur sum mál, at kommunurnar ikki skulu missa pengar av lógaruppskotum hjá samgonguni. Tað gongur fram av svarinum, sum løgmaður hevur givið Brandi Sandoy, løgtingsmanni, sum spurdi um endurgjald til kommunurnar í sambandi við, at fyritíðarpensjónirnar hækkaðu. Brandur Sandoy vildi hava løgmann at svara, um hann ætlar at halda lyftið, hann gav kommununum á fundi í Tinganesi í oktober um at geva kommununum fult endurgjald fyri missin, tá samgongan hækkaði fyritíðarpensjónirnar 1.000 krónur um mánaðin. Løgmaður svarar, at tað hevur verið siðvenja seinastu árini, at lógarbroytingar sum hava stóra fíggjarliga ávirkan á kommunurnar, verða neutraliseraðar í fylgilóggávu. Men í sambandi við broytingarnar í fyritíðarpensjónini valdu tey at bíða við fylgilógini, tí uppskotið um pensjónsnýskipan var á veg. Og tað sama eru aðrar broytingar, sum fara at ávirka kommunurnar fíggjarliga. Landsstýrið hevur í heyst havt fund við Kommunufelagið. Har fingu kommunurnar bjóðað 13,5 milliónir krónur í endurgjaldi, sum skal gjaldast teimum eftir talinum á fyritíðarpensjónistum. Kommunurnar vrakaðu uppskotið, og tí bleiv onki endurgjald játtað fyri 2018. Men málið hjá landsstýrinum er framvegis, at kommunurnar samanlagt ikki skulu vera fyri fíggjarligum missi vegna lógaruppskot hjá sitandi samgongu. Tá lógarmálini, sum nú eru í Løgtinginum, eru viðgjørd og samtykt av Løgtinginum, verður greitt, hvør samlaða ávirkanin verður á kommunurnar. Tá er ætlanin at taka málið upp aftur við kommunurnar, lovar løgmaður í svarinum til Brand Sandoy. Í Norðlýsinum í farnu viku, segði Jógvan Skorheim at flokkurin ikki fer at gerast partur av samgonguni, tí flokkurin ikki er samdur við samgonguni um fiskivinnupolitikkin. Men hetta passar ikki. Bjørn á Heygum, formaður í Suðurstreymoyðar Sjálvsstýrsfelag sigur, at hetta er meiningin hjá Jógvani Skorheim sjálvum og ikki hjá flokkinum. Bjørn á Heygum sigur, at tað er hansara greiða fatan, at fleiri í flokkinum er sera positiv um at fara í samgongu og sostatt fáa ávirkan, men at persónliga meiningin hjá formanninum í flokkinum, Jógvani Skorheim, er ein forðing fyri hesum. Formaðurin í Suðurstreymoyar Sjálvsstýrsfelag heldur ikki, at málið er nóg væl viðgjørt innanhýsis í flokkinum. Og tað er stutt og greitt ikki satt, tá Jógvan Skorheim sigur, at flokkurin ikki vil í samgongu. Flokkurin er nevniliga ikki á einum máli um hetta. Formaðurin í flokkinum hevur sostatt tikið eina einvísa avgerð um ikki at fara upp í samgongu, og hetta er sera harmiligt, sigur Bjørn á Heygum, sum ynskir, at Sjálvstýri fer undir eitt samstarv og kan fáa meira ávirkan, enn flokkurin hevur í løtuni. Sum svar uppá eiturálopið á ein fyrrverandi russiskan njósnara í Bretlandi hevur Danmark saman við øðrum ES londum gjørt av at senda russisk sendifólk av landinum. Russland svarar uttan iva aftur, sigur Anders Samuelsen, uttanríkisráðharri, sum sjálvur sigur, at hetta er eitt serliga alvorligt átak. EB Streymur Skála HB 6 1 2 0 1 minuttir 1 0 Durita Hummeland 7 minuttir 2 0 Ansy Jakobsen 49 minuttir 3 0 Ansy Jakobsen 63. minuttir 4 0 Ansy Jakobsen 66. minuttir 5 0 Durita Hummeland 74. minuttir 5 1 Milja Simonsen 84. minuttir 6 1 Birna Johannesen EB Streymur Skála HB 6 1 2 0 1 minuttir 1 0 Durita Hummeland 7 minuttir 2 0 Ansy Jakobsen 49 minuttir 3 0 Ansy Jakobsen 63. minuttir 4 0 Ansy Jakobsen 66. minuttir 5 0 Durita Hummeland 74. minuttir 5 1 Milja Simonsen 84. minuttir 6 1 Birna Johannesen Hann vísir á, at skattalættarnir, sum Trump hevur givið, fara at hava størri nýtslu við sær og kunnu yvirhita amerikanska búskapin. Hann sigur tað vera burturvið at halda, at amerikanski búskapurin hevur brúk fyri íblástri, og tað fáa vit at síggja í seinasta lagi um fimm ár, sigur hann. Væntaða gongdin fer at hava við sær, at amerikanski búskapurin fer fyri bakka og fer at draga búskapin í restini av heiminum við sær, sigur Paul Fisher. Hann sigur seg kortini skilja, at Donald Trump ger sum hann ger, tí hann skal veljast aftur, og tað verður ikki fyrr enn eftir næsta forsetavalið í USA hevur verið, at fólk fara at merkja fylgjurnar av førda búskaparpolitikkinum, sigur royndi ráðgevin. Var val nú, hevur flokkurin fingið næstan 21 av atkvøðunum. Tað er ein framgongd uppá 8 samanborið við eina líknandi kanning í februar. Forkvinnan í Framburðsflokkinum, Siv Jensen, sum eisini er fíggjarmálaráðharri í norsku stjórnini, sigur, at umdirtøkan prógvar, at fólk taka undir við tí, sum fyrrverandi ráðharrin segði, og at fólk taka undir við politikkinum hjá flokkinum. Nógv orðaskifti er í Noreg um innflytarar, og tað var tí, sum Listhaug fanst at, og fólk taka undir við hennara sjónarmiði, sigur Siv Jensen. Listhaug legði frá sær stutt undan eini atkvøðugreiðslu í stórtinginum um misálit. Hon fanst at, at norski Javnaðarflokkurin atkvøddi ímóti einum uppskoti, sum skuldi gera tað møguligt at taka ríkisborgararættin frá fólki, sum verða hildin at vera ein hóttan ímóti Noreg. Eftir stórt trýst tók hon boðini aftur, men hon noyddist frá, tí ein av stuðulsflokkunum hjá stjórnini, Kristiligi Fólkaflokkurin, segði seg hava mist álitið á henni. Tey, sum tosað verður við í sendingini í Leynum, eru Ole Jacob Nielsen Guðrið Helmsdal Jákup S. Hanusson Joan Johansen Svenn Egholm Rannvá Dam Steen Hjaltalin Jensen Hann var ein av oddamonnunum í listamálinum, sum setti dagsskránna í kappróðri alt kappingarárið 2010, og hann hevur eisini vunnið á einum blóðtøppi í heilanum. Borgarstjórin í Hvannasundi og Norðdepli eftirlýsir stuðul frá Jógvani Skorheim, borgarstjóra í Klaksvíkar kommunu, til uppskotið um at lata p.f. Norðoyatunnilin fíggja nýggjar tunlar Norður um Fjall. Klaksvíkar býráð hevur ikki viðgjørt málið enn, men Jógvan Skorheim sigur, at Sjálvstýri, sum hann eisini er formaður fyri, fer at taka undir við uppskotinum í løgtinginum. Fyrrverandi katalonski leiðarin, Carles Puigdemont, skal fyribils sita varðhaldsfongslaður í Týsklandi. Ikki fyrr enn eftir páskir verður støða tikin til, um og nær hann skal útflýggjast Spania. Tað varð sunnudagin, at Carles Puigdemont varð handtikin, beint eftir at hann var komin inn um markið til Týsklands. Hann var á veg í bili úr Finlandi til Belgia, har hann hevur búð síðan oktober. Ouigdemont fór úr Spania saman við fýra ráðharrum eftir at spanska stjórnin koyrdi katalansku stjórnina frá sum úrslit av fólkaatkvøðuni. Eini fólkaatkvøðu, sum spanska stjórnin metti vera í stríð við sponsku stjórnarskipanina. Hann skuldsettur fyri uppreistur og tileggjan til uppreistur. Verður hann funnin sekur, kann hann fáa upp í 25 ára fongsulsrevsing. Dømdi maðurin ringdi og sendi sms til Kristin Michelsen og familju hansara umleið 100 ferðir í tíðarskeiðnum frá januar til mai í fjør. Eisini onnur tíðarskeið hótti maðurin familjuna. Til dømis ringdi hann jólaaftan í fjør 35 ferðir til borgarstjóran. 61 ára gamli maðurin hótti eisini eina kvinnu í almennum starvi á Tvøroyri, sum viðgjørdi eitt mál hjá honum. Hon varð uppringd fleiri ferðir nátt og dag og fekk eisini hóttanir við sms boðum. Eitt kvøldið ringdi maðurin tíggju ferðir upp á tríggjar tímar frá trimum ymiskum telefonnummarum. Hann ringdi eisini ofta um náttina, fleiri nætur á rað. Innihaldið í sms unum var bæði hóttandi og útspillandi, skrivar in.fo. Maðurin kundi eisini finna upp á at møta upp heima hjá kvinnuni. Klaksvíkar býráð hevur eina ferð enn samtykt at taka niður bygningin hjá Ídna, sum kommunan fyri meira enn 30 árum síðani samtykti at ogna sær við tí endamáli at taka hann niður, so Stoksoyrarvegurin kundi breiðkast. Ikki fyrr enn í 2006 keypti kommunan bygningin við niðurtøku fyri eyga. Seinni samtykti býráðið at skipa eitt øki longri niðri á økinum til at byggja eina høll. Og í síðstu viku samtykti býráðíð einmælt at taka bygningin niður og skipa eitt øki í matriklinum. Sambært hesum kann Stoksoyrarvegurin breiðkast sum ætlað. Talan er um túrarnir klokkan 8 30 og 16 00 úr Tórshavn og kl.11 00 og 18 30 av krambatanga, sum ikki verða sigldir í morgin tann 28. mars. Í framtíðini sleppa hjún, sum hava børn, ikki at skiljast beinanvegin, men skulu hava eina sundurlesingartíð upp á tríggjar mánaðir. Seinastu fimm árini hava reglurnar í Danmark verið soleiðis, at pør hava kunna skipað hjúnaskilnaðin á alnótini. Við at brúka Nem Id og gjalda 420 krónur, hava tey kunna latið seg skilja beinanvegin uttan sundurlesingartíð. Nú skulu reglurnar broytast aftur, soleiðis at hjún við børnum skulu hugsa seg eitt sindur um, áðrenn tey trýsta á skilnaðarknøttin á telduni. Nú verður kravt, at tey fáa eina sundurlesingartíð í tríggjar mánaðir. Barna og sosialmálaráðharrin, Mai Mercado, fegnast um avtaluna. Hon heldur, at atlitið til børnini er tað týdningarmesta í hesum málinum. Í hesum tíðarskeiðnum fáa bæði foreldur og børn bjóðað ráðgeving. hetta fyri at tryggja, at foreldrini eru vís í teirra vali og hvørjar avleiðingar hetta fer at hava fyri barnið. Hópurin Mona Biskopstø Aab Danmark Birita B. Nielsen B68 Birna T. Mikkelsen EB Str Skála Lív F. Arge FC Norsjælland Danmark Arnborg Lervig ÍF Víkingur Heidi Sevdal HB Ásla Johannesen FC Nordsjælland Danmark Eyðvør Klakstein Mislata CF Spania Rannvá B. Andreasen KÍ Olga Kristina Hansen BSF Danmark Milja Reinert Simonsen HB Jóna Nicolajsen B36 Katrina Akursmørk KÍ Ansy Sevdal Jakobsen EB Str Skála Evy á Lakjuni KÍ Margunn Lindholm EB Str Skála Rebekka E. Danielsen Forus og Gausel Noreg Jacoba Langgaard ÍF Víkingur Hanna I. Højgaard ÍF Víkingur Guðrið Poulsen EB Str Skála Hetta er fimti dysturin hjá føroysku spælarunum í hesi kappingini. Hinir fýra dystirnir eru endaðir við tapi. 14.09.2017 Føroyar Kekkia 0 8 18.09.2017 Ísland Føroyar 8 0 24.10.2017 Týskland Føroyar 11 0 24.11.2017 Slovenia Føroyar 5 0 Nú eru vit komin í helvt í hesari undankappingini, so fáa vit vónandi at síggja, at vit hava lært, og eru komin tættari hinum liðunum. sigur Pætur S. Clementsen Kári P. Højgaard, sum ikki vildi gera samrøðu við Kringvarpið í dag, sigur, at hann heldur lítið um gongdina í løtuni, har almenn arbeiðspláss flyta úr Eysturoynni og eingi koma í staðin. Seinasta dømi, ið Kári P. Højgaard vísir til, er eitt virknis og tilhaldsstað við 10 starvsfólkum, ið hevur verið í Norðragøtu, men sum nú er flutt til Klaksvíkar. Kári P. Højgaard sigur, at samgongan hevði sett sær sum mál at arbeiða ímóti miðsavnan, men eftir hansara tykki miðsavnast almenn arbeiðspláss í stóran mun har, sum onnur almenn arbeiðspláss eru frammanundan. Kári P. Højgaard sigur, at ein fortreyt fyri, at hann kundi taka undir við pensjónsnýskipanini saman við samgonguni var, at henda gongdin ikki skuldi halda fram, og at onkur almennur stovnur og almenn arbeiðspáss skuldi flytast inn í Eysturoynna, har avmarkað alment virksemi er frammanundan. Tað vísir seg ikki at verða so og tað haldi eg verða eitt avtalubrot. Tí skal samgongan fyribils ikki rokna við atkvøðuni hjá mær, og tað havi eg boðað løgmanni frá, sigur Kári P. Højgaard. Løgtingsmaðurin úr Sjálvstýri sigur seg ikki hava sett nøkur krøv til løgmann um, hvat hann skal gera. Hann hevur heldur ikki sett nakra freist á, nær løgmaður skal venda aftur til sín. Sigursrøðin hjá stórmeistaranum Helga Dam Ziska var brotin, tí hann mátti sættast við javnleik í kvøld. Mótstøðumaður hansara var Sjúrður Thorsteinsson. Rógvi Egilstoft Nielsen fekk heldur ikki stórvegis flog yvir byrjanina við tí hvíta fólkinum. Navnin Mortensen tóktist væl fyrireikaður. Við fyrsta eygnabragdi tykist svartur at standa betur, men so var friðarvatala undirskrivað. Hetta er annar dagurin, at Rógvi Egilstoft Nielsen má sættast við remis eftir heldur ivasamar støður. Hans Kristian tóktist at standa væl við svørtum, so kom Ólavur fyri seg og leyp á, men brádliga gjørdi kollfirðingurin eitt mótálop, sum tók klaksvíkingin av fótum. Talvið var javnt allanvegin og endaði remis. Báðir kunnu vera væl nøgdir higartil. Carl Eli liggur framvið, og Rani, sum eisini er ósigraður higartil, hevur víst, at enn eru knotur. Støðan í FM bólkinum eftir trý umfør 1.Helgi Dam Ziska HT 2,5 stig 2.Carl Eli Samuelsen HT 2 stig 3.Rógvi Egilstoft Nielsen ST 2 stig 4.Rani Nolsøe KTF 1,5 stig 5.Sjúrður Thorsteinsson HT 1,5 stig 6.Rógvi Mortensen HT 1 stig 7.Hans Kristian Simonsen KT 1 stig 8. Ólavur Simonsen KTF 0,5 stig 4.umfar verður telvað 27.mars Rógvi Mortensen Sjúrður Thorsteinsson Hans Kristian Simonsen Helgi Dam Ziska Rani Nolsøe Ólavur Simonsen Rógvi Egilstoft Nielsen Carl Eli Samuelsen Eldurin varð fráboðaður klokkan gott hálvgum trý í nátt, og talan er um ein stóran eldsbruna, sigur Hanus Heinesen, liðleiðari hjá Skálafjarðar Sløkkiliði. Eldurin er sløktur, men tað rýkur framvegis nakað frá leivdunum, tí talan er um nógvan við. Sløkkiliðið fer at halda vakt við staðið og fer eisini at tryggja tað móti vindi. Nú hálva øld eftir sokallaða ungdómsuppreisturin, sum kyknaði upp í vesturheiminum árini frá 1967 og fram eftir, fer útvarpið um páskirnar at endurvarpa ljós á sonevnda 68 ættarliðið og tær rembingar, sum tóku seg upp millum føroyskan ungdóm tey árini. Eitt anti autoritert rák birtist millum ungdómin víða hvar. Tey bjóðaðu stirvnu skúlaundirvísingini á hægri lærustovnunum av, og talaðu at krígnum í Vietnam. Nýggj rák innan lívshugsan, móta, tónlist og politikk taka seg upp. Hetta eru árini við the summer of love , blómubarna og hippiementan og øðrum vekingum. Men hvussu var í Føroyum Bóru hesi rák við Hvussu upplivdi føroyskur samtíðarungdómur rembingarnar tey árini Í sendirøðini hitta vit fleiri, sum tá vóru ung. Tey greiða frá hvussu ungdómsuppreisturin ávirkaði tey. Vit hoyra um nýggja tónleikin, mótan, ófriðin í býnum, rembingarnar í studentaskúlanum í Hoydølum, rúsnýtsluna, nýggju bókmentirnar og leiklistina, útferðarhugin, lestrarár í útisetu, kvinnufrígering, EEC fylkingina, málstríðið og annað. Sendirøðin varð send fyrstu ferð á páskum 2008. Teir fimm partarnir í røðini vóru hesir 1. Píkatráður og l rkort 2. Sinnisrúmkandi tónar í bumbudynjan 3. Listagróður og studentauppreistur 4. Turvelvandi drøgg í fjakkaraárum 5. Bleytu virðini harðna Í sendingunum hoyrast Rói Patursson, Bergur Dam, Jens Marius Dalsgaard, Hermann Oskarson, Annika Hoydal, Elin Mouritsen, Eyðun Johannessen, Árni Nicolajsen, Hanus Kamban, Andreas Petersen, Heðin M. Klein, Jóanes Nielsen, Súsanna Danielsen, Heri Kragesteen, Astrid Andreasen, Malan Johannesen, Eyðun Andreassen, Martin Joensen, Stanley Samuelsen, Kári P., Johan Mortensen, Ólavur Klakk, Birgar Johannesen, Eirik Rasmussen, Sonne Smith, Axel Nolsøe, Hanus Samuelsen, Eivin Simonsen, Magnus á Stongum, Tordis Jensen og Stig Møller. Suni Merkistein legði sendirøðina til rættis, og Jónsvein Heinesen og Dánjal Tavsen tóku upp og settu saman. Nú hálva øld eftir sokallaða ungdómsuppreisturin, sum kyknaði upp í vesturheiminum árini frá 1967 og fram eftir, fer útvarpið um páskirnar at endurvarpa ljós á sonevnda 68 ættarliðið og tær rembingar, sum tóku seg upp millum føroyskan ungdóm tey árini. Eitt anti autoritert rák birtist millum ungdómin víða hvar. Tey bjóðaðu stirvnu skúlaundirvísingini á hægri lærustovnunum av, og talaðu at krígnum í Vietnam. Nýggj rák innan lívshugsan, móta, tónlist og politikk taka seg upp. Hetta eru árini við the summer of love , blómubarna og hippiementan og øðrum vekingum. Men hvussu var í Føroyum Bóru hesi rák við Hvussu upplivdi føroyskur samtíðarungdómur rembingarnar tey árini Í sendirøðini hitta vit fleiri, sum tá vóru ung. Tey greiða frá hvussu ungdómsuppreisturin ávirkaði tey. Vit hoyra um nýggja tónleikin, mótan, ófriðin í býnum, rembingarnar í studentaskúlanum í Hoydølum, rúsnýtsluna, nýggju bókmentirnar og leiklistina, útferðarhugin, lestrarár í útisetu, kvinnufrígering, EEC fylkingina, málstríðið og annað. Sendirøðin varð send fyrstu ferð á páskum 2008. Teir fimm partarnir í røðini vóru hesir 1. Píkatráður og l rkort 2. Sinnisrúmkandi tónar í bumbudynjan 3. Listagróður og studentauppreistur 4. Turvelvandi drøgg í fjakkaraárum 5. Bleytu virðini harðna Í sendingunum hoyrast Rói Patursson, Bergur Dam, Jens Marius Dalsgaard, Hermann Oskarson, Annika Hoydal, Elin Mouritsen, Eyðun Johannessen, Árni Nicolajsen, Hanus Kamban, Andreas Petersen, Heðin M. Klein, Jóanes Nielsen, Súsanna Danielsen, Heri Kragesteen, Astrid Andreasen, Malan Johannesen, Eyðun Andreassen, Martin Joensen, Stanley Samuelsen, Kári P., Johan Mortensen, Ólavur Klakk, Birgar Johannesen, Eirik Rasmussen, Sonne Smith, Axel Nolsøe, Hanus Samuelsen, Eivin Simonsen, Magnus á Stongum, Tordis Jensen og Stig Møller. Suni Merkistein legði sendirøðina til rættis, og Jónsvein Heinesen og Dánjal Tavsen tóku upp og settu saman. Nú hálva øld eftir sokallaða ungdómsuppreisturin, sum kyknaði upp í vesturheiminum árini frá 1967 og fram eftir, fer útvarpið um páskirnar at endurvarpa ljós á sonevnda 68 ættarliðið og tær rembingar, sum tóku seg upp millum føroyskan ungdóm tey árini. Eitt anti autoritert rák birtist millum ungdómin víða hvar. Tey bjóðaðu stirvnu skúlaundirvísingini á hægri lærustovnunum av, og talaðu at krígnum í Vietnam. Nýggj rák innan lívshugsan, móta, tónlist og politikk taka seg upp. Hetta eru árini við the summer of love , blómubarna og hippiementan og øðrum vekingum. Men hvussu var í Føroyum Bóru hesi rák við Hvussu upplivdi føroyskur samtíðarungdómur rembingarnar tey árini Í sendirøðini hitta vit fleiri, sum tá vóru ung. Tey greiða frá hvussu ungdómsuppreisturin ávirkaði tey. Vit hoyra um nýggja tónleikin, mótan, ófriðin í býnum, rembingarnar í studentaskúlanum í Hoydølum, rúsnýtsluna, nýggju bókmentirnar og leiklistina, útferðarhugin, lestrarár í útisetu, kvinnufrígering, EEC fylkingina, málstríðið og annað. Sendirøðin varð send fyrstu ferð á páskum 2008. Teir fimm partarnir í røðini vóru hesir 1. Píkatráður og l rkort 2. Sinnisrúmkandi tónar í bumbudynjan 3. Listagróður og studentauppreistur 4. Turvelvandi drøgg í fjakkaraárum 5. Bleytu virðini harðna Í sendingunum hoyrast Rói Patursson, Bergur Dam, Jens Marius Dalsgaard, Hermann Oskarson, Annika Hoydal, Elin Mouritsen, Eyðun Johannessen, Árni Nicolajsen, Hanus Kamban, Andreas Petersen, Heðin M. Klein, Jóanes Nielsen, Súsanna Danielsen, Heri Kragesteen, Astrid Andreasen, Malan Johannesen, Eyðun Andreassen, Martin Joensen, Stanley Samuelsen, Kári P., Johan Mortensen, Ólavur Klakk, Birgar Johannesen, Eirik Rasmussen, Sonne Smith, Axel Nolsøe, Hanus Samuelsen, Eivin Simonsen, Magnus á Stongum, Tordis Jensen og Stig Møller. Suni Merkistein legði sendirøðina til rættis, og Jónsvein Heinesen og Dánjal Tavsen tóku upp og settu saman. Sambært skrivi frá formanninum, Jógvan Skorheim, so var flokkurin ikki samdur við fiskvinnupolitikkinum hjá samgonguni og kundi tískil ikki gerast partur av henni. Tað vísti seg tó, at hetta var ikki støðan hjá samlaða flokkinum, tí formaðurin í Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelagnum, Bjørn á Heygum segði við útvarpið í gjár, at tað var persónliga meiningin hjá formanninum, ið er ein forðing fyri einum samstarvi við samgonguna. Tað er ikki eitt mál, sum var viðgjørt í flokkinum. Birgit Sivertsen, ið er forkvinna í Unga Sjálvstýri, segði í lesarabrævi í gjár, at tað var ikki rætt, sum Bjørn á Heygum segði, men at flokkurin hevði viðgjørt málini um samgongusamstarv og fiskivinnupolitikkin hjá samgonguni á landsnevndarfundum. Í báðum førum var undirtøkan lítil í flokkinum. Harafturat hevur Kári P. Højgaard nú meldað út, at hann hevur trekt sín stuðul til pensjónsnýskipanina, tí hann metir, at eitt avtalubrot er farið fram, tá almenn arbeiðspláss verða tikin úr Eysturoynni og eingi verða sett í staðin. Kári P. Højgaard sigur, at tað var annars ein treyt, ið hann hevði sett samgonguni um hann, saman við Jógvani Skorheim, skuldi taka undir við fíggjarlógini og pensjónsnýskipanini. Sjálvstýri hevur verið ein stuðul hjá samgonguni í fíggjarlógini og í pensjónsnýskipanini, men higartil kann sigast, at tað hevur ikki givið tað úrslit, sum flokkurin ynskti. Millum annað var tað ein partur av semjuni við samgonguna, at 15 milliónir skuldu brúkast á Klaksvíkar sjúkrahúsi til nýggj læknahøli, men undirtøka var ikki fyri ætlanunum í Klaksvík, og tað datt tískil niðurfyri. Eftir øllum at døma var tað eisini ein partur av avtaluni, at almenn arbeiðspláss skuldu flytast til Eysturoynna, men tann partin metir Kári P. Højgaard ikki at verða hildin. Formaðurin í Sjálvstýri, Jógvan Skorheim, sigur í viðmerking við útvarpið í dag, at hann vil einki siga alment um støðuna í flokkinum enn. Flokkurin fer at viðgera málini í flokkinum. Heri Norðberg, ferðslusamskipari, segði við tíðindini fyrrapartin at eisini siglingin hjá Rituni er ávirkað. Ritan fer ikki á Fugloynna í dag vegna illveður. Talan er um túrarnir klokkan 8 30 og 16 00 úr Tórshavn og kl.11 00 og 18 30 av krambatanga, sum ikki verða sigldir í morgin tann 28. mars. Nú hálva øld eftir sokallaða ungdómsuppreisturin, sum kyknaði upp í vesturheiminum árini frá 1967 og fram eftir, fer útvarpið um páskirnar at endurvarpa ljós á sonevnda 68 ættarliðið og tær rembingar, sum tóku seg upp millum føroyskan ungdóm tey árini. Eitt anti autoritert rák birtist millum ungdómin víða hvar. Tey bjóðaðu stirvnu skúlaundirvísingini á hægri lærustovnunum av, og talaðu at krígnum í Vietnam. Nýggj rák innan lívshugsan, móta, tónlist og politikk taka seg upp. Hetta eru árini við the summer of love , blómubarna og hippiementan og øðrum vekingum. Men hvussu var í Føroyum Bóru hesi rák við Hvussu upplivdi føroyskur samtíðarungdómur rembingarnar tey árini Í sendirøðini hitta vit fleiri, sum tá vóru ung. Tey greiða frá hvussu ungdómsuppreisturin ávirkaði tey. Vit hoyra um nýggja tónleikin, mótan, ófriðin í býnum, rembingarnar í studentaskúlanum í Hoydølum, rúsnýtsluna, nýggju bókmentirnar og leiklistina, útferðarhugin, lestrarár í útisetu, kvinnufrígering, EEC fylkingina, málstríðið og annað. Sendirøðin varð send fyrstu ferð á páskum 2008. Teir fimm partarnir í røðini vóru hesir 1. Píkatráður og l rkort 2. Sinnisrúmkandi tónar í bumbudynjan 3. Listagróður og studentauppreistur 4. Turvelvandi drøgg í fjakkaraárum 5. Bleytu virðini harðna Í sendingunum hoyrast Rói Patursson, Bergur Dam, Jens Marius Dalsgaard, Hermann Oskarson, Annika Hoydal, Elin Mouritsen, Eyðun Johannessen, Árni Nicolajsen, Hanus Kamban, Andreas Petersen, Heðin M. Klein, Jóanes Nielsen, Súsanna Danielsen, Heri Kragesteen, Astrid Andreasen, Malan Johannesen, Eyðun Andreassen, Martin Joensen, Stanley Samuelsen, Kári P., Johan Mortensen, Ólavur Klakk, Birgar Johannesen, Eirik Rasmussen, Sonne Smith, Axel Nolsøe, Hanus Samuelsen, Eivin Simonsen, Magnus á Stongum, Tordis Jensen og Stig Møller. Suni Merkistein legði sendirøðina til rættis, og Jónsvein Heinesen og Dánjal Tavsen tóku upp og settu saman. Nú hálva øld eftir sokallaða ungdómsuppreisturin, sum kyknaði upp í vesturheiminum árini frá 1967 og fram eftir, fer útvarpið um páskirnar at endurvarpa ljós á sonevnda 68 ættarliðið og tær rembingar, sum tóku seg upp millum føroyskan ungdóm tey árini. Eitt anti autoritert rák birtist millum ungdómin víða hvar. Tey bjóðaðu stirvnu skúlaundirvísingini á hægri lærustovnunum av, og talaðu at krígnum í Vietnam. Nýggj rák innan lívshugsan, móta, tónlist og politikk taka seg upp. Hetta eru árini við the summer of love , blómubarna og hippiementan og øðrum vekingum. Men hvussu var í Føroyum Bóru hesi rák við Hvussu upplivdi føroyskur samtíðarungdómur rembingarnar tey árini Í sendirøðini hitta vit fleiri, sum tá vóru ung. Tey greiða frá hvussu ungdómsuppreisturin ávirkaði tey. Vit hoyra um nýggja tónleikin, mótan, ófriðin í býnum, rembingarnar í studentaskúlanum í Hoydølum, rúsnýtsluna, nýggju bókmentirnar og leiklistina, útferðarhugin, lestrarár í útisetu, kvinnufrígering, EEC fylkingina, málstríðið og annað. Sendirøðin varð send fyrstu ferð á páskum 2008. Teir fimm partarnir í røðini vóru hesir 1. Píkatráður og l rkort 2. Sinnisrúmkandi tónar í bumbudynjan 3. Listagróður og studentauppreistur 4. Turvelvandi drøgg í fjakkaraárum 5. Bleytu virðini harðna Í sendingunum hoyrast Rói Patursson, Bergur Dam, Jens Marius Dalsgaard, Hermann Oskarson, Annika Hoydal, Elin Mouritsen, Eyðun Johannessen, Árni Nicolajsen, Hanus Kamban, Andreas Petersen, Heðin M. Klein, Jóanes Nielsen, Súsanna Danielsen, Heri Kragesteen, Astrid Andreasen, Malan Johannesen, Eyðun Andreassen, Martin Joensen, Stanley Samuelsen, Kári P., Johan Mortensen, Ólavur Klakk, Birgar Johannesen, Eirik Rasmussen, Sonne Smith, Axel Nolsøe, Hanus Samuelsen, Eivin Simonsen, Magnus á Stongum, Tordis Jensen og Stig Møller. Suni Merkistein legði sendirøðina til rættis, og Jónsvein Heinesen og Dánjal Tavsen tóku upp og settu saman. Strandfaraskip Landsins bíða eftir frágreiðingini hjá donsku skaðanevndini um vanlukkuna á Kirkju í Fugloynni tann 11.mars, tá ein ferðamaður, sum skuldi um borð á Rituna, fór á sjógv og doyði. Maðurin var staðkendur. Strandfaraskip Landsins fingu at vita í fjør frá ráðgevarafyritøkuni Knud E. Hansen, at skipanir eru, sum fáa fólk trygt í land og trygt umborð, hóast umstøðurnar eru tær somu sum á útoyggj í Føroyum. Fótbóltslandsliðið hjá Íslandi møtir upp til kappingina, men ongi almenn íslendsk umboð tað vil siga politikarar og leiðarar fara at luttaka.Tað sigur íslendska uttanríkismálaráðið í eini fráboðan, skrivar Reuters. Í fráboðanini stendur, at Ísland útsetir fyribils alt samskifti við Russland á høgum stigi. Tí fara íslendskir leiðarar ikki at vera hjástaddir undir heimsmeistarakappingini í Russlandi í summar. Higartil hava 18 lond boðað frá, at tey ætla at útvísa russisk embætisfólk. Talan er um tilsamans 100 sendifólk hetta er størsta talið á útvístum russiskum sendifólki, síðan kalda kríggið var í hæddini, skrivar Reuters. Tað var tann 4. mars, at Sergei Skripal og dóttirin vóru løgd á sjúkrahús, tí tey vóru eitrað. Bretski uttanríkisráðharrin, Boris Johnson, hevur lagt russiska forsetan, Vladimir Putin, undir at hava givið boð um at eitra tey. Eisini USA og onnur evropeisk lond siga, at Putin stendur aftanfyri atsóknina. Íslendska uttanríkisráðið heldur russiska svarið vera ónøktandi og sigur, at Russland noyðist at geva álítandi frágreiðing um, hvussu tað ber til, at nervaeitur, sum er framleitt í russiskum laboratorium, er brúkt til at leypa á fólk í Bretlandi. Kunngerðin um at bjóða út rættindi at veiða svartkjaft, norðhavssild, makrel og botnfisk í Barentshavinum hevur verið til ummælis, og freistin var úti hálvan mars. Høgni Hoydal er sannførdur um, at ein afturlatin uppboðssøla er besti mátin at tryggja rættvísa kapping og rætta prísin fyri tilfeingi. Á opnari uppboðssølu vinnur hægsta boð. Men á afturlatnari uppboðssølu er tað lægsta, vinnandi boðið, sum ásetir prísin, sum allir keyparar skulu gjalda. Fiskivinnuráðið sum umboðar fiskivinnuna á sjógvi og landi ynskir heldur eina opna uppboðssølu enn eina afturlatna uppboðssølu, soleiðis sum landsstýrismaðurin ætlar. Seinast hava fimm løgtingsmenn úr andstøðuflokkunum sett landsstýrismanninum skrivligar spurningar um, hvussu hann ætlar at skipa uppboðssøluna. Og í løgtinginum liggur eisini eitt lógaruppskot frá andstøðuni um at strika uppboðssølupartin burturúr samtyktu lógini um fyrisiting av sjófeingi. Sum tann einasti andstøðulimur atkvøddi Bill Justinussen úr Miðflokkinum í desember fyri fiskivinnunýskipanini. Nú uppboðssølu kunngerðin er orðað, harmast hann almikið um at kunna staðfesta, at ætlanin er at selja øll rættindini á afturlatnari uppboðssølu. Hetta hóast tað, dagin áðrenn aðalfundin kom fram, at fyribilsstjórin Bjørn Mortensen fekk 1,7 milliónir krónur fyri at vera í starvi í 77 dagar, tá Suni Schwartz Jacobsen, segði upp. Nógvur kritikkur hevur verið av bygnaðinum í risasamtakinum, Betri PF, sum hevur ein fíggjarjavnvág upp á 12 milliardir krónur og 3 milliardir krónur í eginogn peningur, sum tryggingartakarar í Føroyum eiga. Tá samtakið keypti EIK Banka, gjørdist landsstýrismaðurin í vinnumálum av álvara stúrin og fór at fyrireika eina lóg, sum skuldi verja milliardirnar av sokallaðum harraleysum pengum. Tað vil siga pengar, sum eingin einstaklingur eigur og hevur ábyrgdina av. 35 limir í Umboðsráðnum umboða teir umleið 20.000 tryggingartakararnar, sum eiga PF Samtakið og tær 3 milliardirnar, sum felagið varðar av. Men eingin av umboðunum hevði nakran spurning til nevndarformannin, Birgir Nielsen, sum dagin áðrenn hevði svarað spurningum í útvarpinum, eftir at tað var komið fram, at fyribilsstjórin í Betri Banka fekk nærum tvær milliónir krónur fyri at røkja stjórastarvið í 77 dagar. Ein upphædd, sum svarar til 22.000 krónur um dagin, fyri at taka við, tá Suni Swartz Jacobsen, fyrrverandi bankastjóri í Betri, segði starvið frá sær. Hetta ávirkaði ikki á nakran hátt aðalfundin, sum var hildin dagin eftir. Formaðurin sjálvur hevði roknað við spurningum, men fundarfólkið hevði ongar. Formaðurin var sitandi. Hann var valdur sum nummar trý av trimum, sum komu í nevndina við 17 atkvøðum. Nummar fýra á listanum var Schandorf Vang við 13 akvøðum. Aðalfundurin umboðar eigararnar og velur nevndina, sum skal stýra samtakinum. Umboðsráðið hevur sostatt evstu ábyrgd av milliarda samtakinum, men eingi krøv eru til tey, sum sita í umboðsráðnum um fakligar førleikar. Hinvegin hevur tað verið ein trupulleiki, at limir í umboðsráðnum heldur velja seg sjálvar enn fakpersónar í nevndina, tí tey vilja hava samsýningina. Tað sigur Jóhan Petersen, sum hevur verið í limur í umboðsráðnum í 6 ár, og sum hvørt ár leggur eitt uppskot fram um at broyta viðtøkurnar. Tá broytingaruppskotið hjá Johann Petersen skuldi avgerast, skuldi fundarfólkið siga, um tey vóru fyri. Hetta er enn eitt sermekt eyðkenni fyri milliarda samtakið, tí tá nevndin sjálv hevði broytingar, skuldi fundarfólkið, sum umboðar eigararnar siga frá, um tey vóru ímóti. Fríggjadagin var fyrstu fer, at allir nevndarlimirnir, sum vóru valdir, vóru fólk, sum tilráðingarbólkurin hevði peikað á. Tað fegnaðist formaðurin, Birgir Nielsen um. Samgongan gjørdi eina avtalu við Sjálvstýri um spjaðing av almennum virksemi. Tað, sum Kári P. Højgaard er ónøgdur um nú, er ikki partur av tí avtaluni og tí er ikki talan um avtalubrot. Tað sigur løgmaður, Aksel V. Johannesen, nú Kári P. Højgaard hevur boða løgmanni frá, at hansara atkvøða fyri pensjónsnýskipanini ikki er trygg longur. Løgmaður, Aksel V. Johannesen, sigur, at samgongan gjørdi í sínari tíð eina avtalu við Sjálvstýri og ikki við tveir einstaklingar. Fyri seg er ta útgangsstøðið ikki broytt og at galdandi avtalan er framvegis við flokkin. Tí væntar han stuðul frá Jógvani Skorheim. Ónøgdin hjá Kára P. Højgaard snýr seg um virknis og tilhaldsstaðið Gloym meg ei , ið herfyri flutti úr Norðragøtu til Klaksvíkar. Eysturkommuna segði leigumálið við stovnin upp og Klaksvíkar kommuna gjørdi skjótt av og bjóðaði teimum hølir í Klaksvík. Við tí fóru 10 almenn arbeiðspláss úr Eysturoynni og til Klaksvíkar. Jógvan Skorheim fegnast um nýggja tilboðið, ið er komið til Klaksvíkar, meðan Kári P. Højgaard er firtin um, at fleiri almenn arbeiðspláss fara úr Eysturoynni, har fá eru frammanundan. Hetta sigur Kári P. Højgaard verða avtalubrot, tí semja var við samgonguna um, at varðveita tey almennu arbeiðsplássini í Eysturoynni og kanska legja afturat. Aksel V. Johannesen sigur, at í samband við semjuna um fíggjarlógina og um pensjónsnýskipanina, vórðu avtalur gjørdar við Sjálvstýri at almenna virksemi skuldi breiðast um alt landið. Málið um virknis og tilhaldsstaðið, sum flutti úr Norðragøtu til Klaksvíkar, er tó ikki fevnt av tí avtaluni, tí tað er ikki vanligt, at slík mál verða viðgjørd politiskt. Aksel V. Johannesen sigur, at um so er, at Kári P. Højgaard ikki tekur undir við pensjónsnýskipanini, so hevur hann framvegis undirtøku frá fleiri enn 16 tinglimum, so hansara atkvøða verður ikki avgerandi. Løgmaður, Aksel V. Johannesen, sigur, at samgongan gjørdi í sínari tíð eina avtalu við Sjálvstýri og ikki við tveir einstaklingar. Fyri seg er tað útgangsstøðið ikki broytt, og at galdandi avtalan er framvegis við flokkin. Tí væntar han stuðul frá Jógvani Skorheim. Ónøgdin hjá Kára P. Højgaard snýr seg um virknis og tilhaldsstaðið Gloym meg ei , ið herfyri flutti úr Norðragøtu til Klaksvíkar. Eysturkommuna segði leigumálið við stovnin upp, og Klaksvíkar kommuna gjørdi skjótt av og bjóðaði teimum hølir í Klaksvík. Við tí fóru 10 almenn arbeiðspláss úr Eysturoynni og til Klaksvíkar. Jógvan Skorheim fegnast um nýggja tilboðið, ið er komið til Klaksvíkar, meðan Kári P. Højgaard er firtin um, at fleiri almenn arbeiðspláss fara úr Eysturoynni, har fá eru frammanundan. Hetta sigur Kári P. Højgaard verða avtalubrot, tí semja var við samgonguna um, at varðveita tey almennu arbeiðsplássini í Eysturoynni og kanska leggja afturat. Aksel V. Johannesen sigur, at í samband við semjuna um fíggjarlógina og um pensjónsnýskipanina, vórðu avtalur gjørdar við Sjálvstýri at almenna virksemi skuldi breiðast um alt landið. Málið um virknis og tilhaldsstaðið, sum flutti úr Norðragøtu til Klaksvíkar, er tó ikki fevnt av tí avtaluni, tí tað er ikki vanligt, at slík mál verða viðgjørd politiskt. Kyndil vann ógvuliga sannførandi 31 21. Alt var mest sum longu avgjørt í hálvleikinum, tí tá liðini hildu steðg, var Kyndil á odda 17 10. Støðan 1.Neistin 20 dystir 31 stig 2.H71 20 dystir 31 stig 3.Kyndil 21 dystir 24 stig 4.VÍF 20 dystir 22 stig 5.Team Klaksvík 21 dystir 14 stig 6.StÍF 20 dystir 12 stig 7.KÍF 20 dystir 8 stig Brimil liggur í løtini hjá honum og bíðar til veðrið batnar, so hann kann hála hann av, sigur Hans Andrias Kelduberg, stjóri í Thor við útvarpið. Sambært vakthavandni á MRCC lá skipið lá við teymi í Hósvík og rak á land í nógva vindinum. Kúrberg hevur ikki fingið skaða, heldur Hans Andrias Kelduberg, tí tað rak á land, har sandur var. 22 fiskasløg, so sum botnfiskur og uppsjóvarfiskur, eru nevnd í kunngerðini um, at allur fiskur skal um bryggjukant í Føroyum og um uppboðssøluna. Kunngerðin sigur, at í minsta lagi 25 av allari veiðu, umroknað til runda vekt hjá føroyskum fiskifari í einum ári, skal bjóðast út um góðkenda uppboðssølu í Føroyum. Í gjár legði næststørsti flokkurin í Grønlandi, IA, sína valskrá fram. Flokkurin leggur upp til umfatandi broytingar. Tað skrivar Sermitsiaq . Flokkurin sigur, at útbúgvingarskipanin má bøtast. Málið hjá IA er, at 80 av næmingunum úr fólkaskúlanum fáa sær eina útbúgving, og hetta málið skal vera rokkið í 2030. Og so sigur flokkurin seg eisini vilja menna íverksetan í Grønlandi. M.a. skulu íverksetarar hava skattalætta í trý ár, sum kann vera við til at skapa nýggj arbejðspláss í Grønlandi. Í dag fyllir Atlantic Airways 30 ár. Flogfelagið hevur seinastu 30 árini ment seg nógv, og ein, sum helt tað vera áhugavert at líta aftur á søguna hjá Atlantsflog er John Kruse, sum seinasta árið hevur skrivað eina bók um Atlantsflog. Morgunsendingin hitti fyrr í vikuni John Kruse til eina samrøðu. Pál Weihe er í London í sambandi við, at filmurin The Islands and the Whales hjá Mike Day, verður vístur í biografum kring Ongland komandi mánaðirnar. Í morgin verður filmurin vístur í London, og aftaná sýningina skulu Pál Weihe og Mike Day skulu hava eina samrøðu við vertin Jon Snow á Channel 4. Jon Snow skipar fyri samrøðuni, men høvi verður eisini hjá fólki at seta Pál Weihe og Mike Day spurningar. Eg havi roynt hetta fyrr, tá eg havi verið við til sýningar aðra staðni, og vanliga eru fólk ikki ágangandi, men hava nógvar spurningar um grindaveiðu og dálkingina, sigur Pál Weihe. Filmurin er nú eisini á iTunes, Amazon, Googleplay, Youtube og Vimeo. Hann varð annars vístur í Føroyum, tá ið hann varð liðugur, og tá vóru nógv fólk í biograf í Føroyum, og man kundi seta Mike Day, framleiðaranum, spurningar aftaná sýningarnar. Enn er ov tíðliga at siga nakað við vissu, men alt annað líka merkir tað, at næstu árini verður ráðiligt at fiska meira av toski og hýsu, sigur Petur Steingrund, fiskifrøðingur á Havstovuni. Árligu tilmælini frá Havstovuni plaga at vera dapur lesnaður fyri fiskivinnuna. Seinast, tað var í fjørsummar, mælti Havstovan til at skerja fiskidagarnar hjá línu og útróðrarflotanum niður í eina helvt, enntá av brúktu døgunum. Petur Steingrund, fiskifrøðingur, stóð á odda fyri yvirlitstrolingunum, sum vórðu gjørdar frá 8. til 20. mars. Hann leggur dent á, at nýggjastu tølini eru bara eitt lítið, fyrsta stig rætta vegin. Men tølini fáa týdning, næstu ferð Havstovan skal meta um toska og hýsustovnin. Tí kann roknast við, at næsta tilmæli frá Havstovuni um toska og hýsufiskiskapin undir Føroyum ikki verður sami, dapri lesnaður sum undanfarin ár. Nýggja fiskivinnulóggávan sigur, at 1. januar næsta ár skal heimaflotin fara frá eini fiskidagaskipan til eina kvotuskipan. Eisini skulu umsitingarætlanir gerast fyri fiskasløgini, sum roynt verður eftir undir Føroyum. Fíggjarmálaráðið fer í næstum at kanna, um ein lógarbroyting kann gerast, so Betri fær goldið øllum, sum hava trygging í Betri trygging, part av yvirskotinum hjá samtakinum á sama hátt sum onnur gjalda partaeigarunum vinningsbýti. Formaðurin í nevndini hjá Betri samtakinum, Birgir Nielsen, segði við Útvarpið leygarkvøldið, at Betri fær ikki goldið teimum yvir 20.000 viðskiftafólkunum á vanligan hátt. Tey noyðast at gjalda B skatt og ikki kapitalvinningsskatt av pengunum. Tí verða tær 40 milliónirnar ikki goldnar, sum er, segði Birgir Nielsen. Navnframi svenski ítróttar úrmælingurin, Mattias Sunneborn, fer at halda fyrilestur um ítrótt sum amboð at fyribyrgja sjálvmorði, og um hvussu ítrótturin hjálpti honum víðari í lívinum. Tá Mattias var 15 ára gamal, tók pápi hansara lívið av sær. Hetta setti djúp sár í sinnið á unga Mattiasi, sum ikki vildi viðurkenna, at pápin hevði gjørt hesa ræðuligu gerð. Í nógv ár segði hann pápan vera deyðan av øðrum orsøkum. Hann tosaði ikki við nakran um hetta, men græt seg í svøvn manga náttina eftir hetta. Í dag kennir Mattias týdningin av at tosa um og arbeiða seg ígjøgnum sorgina. Hann er í dag umboðsmaður hjá svenska felagsskapinum Suicide Zero, sum arbeiðir fyri at avmarka sjálvmorð og sjálvmorðsroyndum mest møguligt og fyri at hjálpa øðrum víðari. Í Svøríki taka um 1.600 fólk árliga lívið av sær, og Suicide Zero arbeiðir á fleiri mótum, sum vit í Føroyum eisini kunnu læra nógv av. Til dømis verður dentur lagdur á, at starvsfólk á skúlum, í eldrarøktini og løgreglu leggja seg eftir at lesa tey tekin, sum sjálvmorðshótt senda. Og at hert eftirlit er við fólki, sum hava verið fyri ógvusligum hendingum. Í Føroyum vóru frá 2010 til 2015 tilsamans 16 sjálvmorð. So eisini her heima er tað av størsta týdningi at varpa ljós á hetta tabu kenda evnið, stendur í tíðindaskrivinum. Fyrradagin fekk Sjúrður Thorsteinsson remis móti Helga Dam Ziska, og í gjár eydnaðist Hans Kristiani Simonsen sum hevur 400 ratingstig færri enn Helgi eisini at fáa javnt. Kanska var ikki rætt at læsa miðjuna við d4. Tá ið Hans Kristian so fekk íbirt opið kríggj á talvborðinum, fekk hann talvið at fara fram eftir sínum treytum. Nú kendu vit Rógva aftur. Ágangandi og kreativur. Eftir harðan dyst endaðu teir í sjáldsomum endatalvi Rógvi við róki og bispi móti róki. Ongar finnur á borðinum. Vanliga er hetta remis, men í praktiskum talvi er tað ikki so einfalt, tí hjá tí kroysta partinum ræður um støðugt at finna bestu leikirnar at halda tørn við. Eftir lítlan umveg endaðu teir í norðurlendsku byrjanini. Ólavur telvaði ágangandi við svarta fólkinum, men Rani ræðist heldur ikki nevaleik. Teir friðarligastu vóru Sjúrður Thorsteinsson og Rógvi Mortensen. Rógvi telvaði aftur Samisch frábrigdið í kongaindiskum við hvítum eins og hann gjørdi móti Helga í øðrum umfari. 4. umfar, Landsliðsbólkurin, 27. mars Rógvi Mortensen Sjúrður Thorsteinsson 1 2 1 2 Hans Kristian Simonsen Helgi Dam Ziska 1 2 1 2 Rani Nolsøe Ólavur Simonsen 0 1 Rógvi Egilstoft Nielsen Carl Eli Samuelsen 1 0 Støðan eftir fýra umfør í Landsliðsbólkinum 1.Rógvi Egilstoft Nielsen ST 3 stig 2.Helgi Dam Ziska HT 3 stig 3.Sjúrður Thorsteinsson HT 2 stig 4.Carl Eli Samuelsen HT 2 stig 5 8.Rani Nolsøe KTF 1 1 2 stig 5 8.Rógvi Mortensen HT 1 1 2 stig 5 8.Hans Kristian Simonsen KTF 1 1 2 stig 5 8 KTF 1 1 2 stig Í dag klokkan 16.00 er fimta umfar á skránni Carl Eli Samuelsen Rógvi Mortensen Ólavur Simonsen Rógvi Egilstoft Nielsen Helgi Dam Ziska Rani Nolsøe Sjúrður Thorsteinsson Hans Kristian Simonsen Hægsti rættur í Danmark hevur júst givið dóm í einum umstríddum máli í Danmark. Yngri læknin, sum varð dømdur fyri grova vanrøkt í samband við arbeiði sítt á Svendborg sjúkrahús í 2013, er júst fríkendur. Læknin varð í landsrættinum dømdur 5.000 krónur í bót eftir at ein sjúklingur við diabetes lat lív á sjúkrahúsinum. Læknin, sum nú er fríkendur, bað ein sjúkrarøktarfrøðing um at máta blóðsukrið á sjúklinginum. Boðini vórðu givin munnliga. Men mátingin varð ongantíð framd. Boðini vórðu heldur ikki noterað í journalin hjá sjúklinginum, og yngri læknin fylgdi ikki upp á boðini viðvíkjandi blóðsukur mátingini hjá sjúklinginum, ið doyði á sjúkrahúsinum tríggjar vikur eftir innlegging. Við hesum vísa læknarnir á, at tyngda sjúkrahúsverkið er orsøkin til tragisku hendingina, og at læknin ikki einsamallur skal standa við ábyrgdini. Uppgávan at útbyggja lands vegakervið má liggja hjá Landsverki, og ikki hjá almennum partafeløgum. Tað sigur Landsverk í sínum hoyringarsvari til lógaruppskotið, sum heimilar partafelagnum Norðoyatunnilin at standa fyri og fíggja nýggjar tunlar Norður um Fjall. Hvør skal standa fyri at byggja út lands vegakervið Ein principiellur spurningur sambært Landsverki, sum rópar varskó, nú lógaruppskot liggur í løgtinginum um at geva almenna partafelagnum Norðoyatunlinum heimild at standa fyri og fíggja nýggjar tunlar Norður um Fjall. Sambært lógaruppskotinum, sum níggju løgtingslimir úr trimum andstøðuflokkum hava lagt fram, verður ábyrgdin at gera tunlarnar Norður um Fjall flutt til almenna partafelagið Norðoyatunnilin. Men Landsverk ávarar staðiliga ímóti hesi ætlan. Eitt partafelag skal fyrst og fremst hugsa um egin áhugamál ikki neyðturviliga, hvat er best fyri samfelagið, sigur Ewald Kjølbro. Í lógaruppskotinum um tunlar norður um fjall stendur, at Landsverk skal góðkenna fyrireikingarnar og forprojekteringsarbeiði. Men tað er í sær sjálvum eingin trygd, sambært Ewaldi Kjølbro. Partafelagið Norðoyatunnilin hevur fíggjarligu styrkina til at gera tunlarnar, sum eru mettir at kosta 360 milliónir krónur, beinanvegin. Og tí kann tunnilsætlanin framskundast trý til fýra ár, siga tey, sum eiga lógaruppskotið. Sambært lógaruppskotinum fær partafelagið Norðoyatunnilin rætt til at fyrireika og forprojektera veg og tunnilsgerð millum Klaksvík og Árnafjørð og millum Árnafjørð og Norðtoftir tilsamans nevnt norður um fjall. Tá valdi politiska skipanin, at Viðareiðistunnilin skuldi gerast fyrst. Fyrr í marts mánað legði landsstýrismaðurin í samferðslumálum lógaruppskot fyri tingið um at gera ein nýggjan Hvalbiartunnil fyri 272 milliónir krónur. Og tá hann verður liðugur, seint í 2012 ella tíðliga í 2022, er politiska ætlanin at fara undir tunlarnar norður um fjall. Tað var 28. mars í 1988 at fyrsta flogfarið hjá Atlantic Airways fleyg úr Vágum til Keypmannahavnar. Nú 30 ár eru farin, flýgur Altlantic Airways til tretivu ymisk ferðamál, umfram aðrar leigutúrar. Hátíðarhald verður vesturi í hangarinum í dag, har almenningurin hevur høvið at heilsa uppá og so slepst eisini inn í eitt av flogførunum og eina av tyrlunum hjá felagnum. Morgunsendingin vitjar í hangarinum. Vit tosa við Richard Johansen, viðlíkahaldsleiðara og Ingrid Bjarnastein, content manager í Atlantic Airways Bretland og onnur ES lond halda, at alt bendir á, at Russland skipaði fyri álopinum á fyrrverandi njósnaran, Sergej Skripal, og dóttur hansara, Juliu. Umleið 20 ES lond hava víst russiskum diplomatum av landinum, teirra millum Danmark. Og USA hevur gjørt av at vísa 60 russiskum diplomatum av landinum. Bretar siga, at nervaeitrið Novichok var brúkt at eitra Skripal og dóttur hansara í enska býnum Salisbury 4. mars. Tey vórðu funnin uttan vit á einum beinki í býnum. Stóra ósemjan er nú um lønina og hvussu stóra lønarhækkan alment sett starvsfólk skulu fáa. Útspælið hjá almennu arbeiðsgevarunum hevur verið ein lønarhækking um 6.7 tey næstu trý árini, meðan fakfeløgini vilja hava um 8.2 í lønarhækkan. Fakfeløgini hava alment sagt, at um ein semja ikki er funnin áðrenn fjórða apríl, so verður verkfall, men samráðingarfólkini hava møguleika at leingja tað freistina tvær ferðir tvær vikur. Arbeiðsgevarar hava eisini lýst eitt verkbann at verða sett í verk tann 10. apríl. Enn er einki sagt um tað eisini er møguligt at leingja ta freistina. Eitt nú verða sjúkrahúsini hart rakt, men tað fer ikki at ávirka akuttar viðgerðir í Føroyum sigur Jóannes Erik Køtlum, sjúkrahússtjóri. Vit halda eyga við gongdini, og verður verkfall verða allar planlagdar skurðviðgerir, sum skulu vera í Danmark avlýstar, men akuttar viðgerðir verða kortini gjørdar, sigur Jóannes Erik Køtlum. Uppgávan at útbyggja lands vegakervið má liggja hjá Landsverki, og ikki hjá almennum partafeløgum. Tað er greiði boðskapurin hjá Landsverki í sínum hoyringarsvari til lógaruppskotið, sum heimilar partafelagnum Norðoyatunnilin at standa fyri og fíggja nýggjar tunlar norður um fjall. Men landsstýrismaðurin í samferðslumálum er ikki eins avgjørdur. Tvørturímóti gloppar Henrik Old dyrnar fyri, at stóra tunnilsverkætlanin Norður um Fjall kann framskundast eftir tí leisti, sum níggju løgtingslimir úr trimum andstøðuflokkum mæla til. 6.mars legði landsstýrismaðurin í samferðslumálum lógaruppskot fyri løgtingið um at gera ein nýggjan Hvalbiartunnil fyri 272 milliónir krónur. Ikki fyrr enn hann er liðugur, seint í 2021 ella tíðliga í 2022, er fíggjarligt rásarúm á fíggjarlógini til at fara undir tunlarnar norður um fjall, sum eru mettir at kosta 360 milliónir krónur. Men bíðitíðin fær fólk í Norðoyggjum at ótolnast Fyri Hendrik Old hevur tað týdning, at partafelagið Norðoyatunnilin ikki fer inn og broytir upprunaligu ætlanina. Heldur P F Norðoyatunnilin seg til upprunaligu ætlanina, so hevur landsstýrismaðurin ongar trupulleikar av, at almenna tunnilsfelagið loftar og harvið framskundar tunnilsætlanina Norður um Fjall. Tónleikurin hesaferð var hesin. Í Finlandi hava tey gjørt av at avtaka lærugreinar í fólkaskúlanum, tí tær eru ótíðarhóskandi. Men hvaðani koma lærugreinar Hvussu nógvar skulu tær vera, um tær yvirhøvur skulu vera partur av skúlaskipanini. Í dag fara vit aftur um lærugreinar og útbúgvingarskipanina, soleiðis, sum vit kenna hana. Í sendingini tosa Dorthe Pedersen, lærari í donskum og heimspeki, og Christina Nolsøe, lærari í lívfrøði og evnafrøði, um, hvussu tað merkir ein skúla, at undirvísingin er býtt í lærugreinar. Heimspekingarnir Pætur Dahl og Jógvan D. Hansen siga síðani frá, hvaðani lærugreinar eru komnar, og hvørjar avleiðingar spesialiseringin hevur fyri samfelagið. Løgreglan vil tó fegin frætta frá fólki, sum halda seg hava sæð Eyðfinn Esbernson Poulsen frá tí, at hann hvarv leygardagin 10. mars, til hann varð funnin dagin eftir í sjóvarmálanum við Breiðá í Fuglafirði. Allar útfyllingar við gróti skulu hava góðkenning frá Umhvørvisstovuni, tí plastleivdir frá spreingiskipanini fylgja við grótinum, tá tað verður flutt úr grótbrotum ella tunlum. Umhvørvisstovan er seinasta árið vorðin varug við, at leivdir av plasti frá tendringarskipan, sum vanliga verður brúkt til at spreingja við í grótbrotum og tunlum, reka upp á land, tá grót frá hesum virkseminum verður brúkt til útbyggingar á sjónum. Tá grótið verður slept á sjógv, skola plastleivdirnar av grótinum og flotna. Umhvørvisstovan metir, at bert ein lítil partur av plastleivdunum, sum losna frá grótfyllingini, rekur upp á land, meðan stóri parturin verður verandi í sjónum. Út frá hesum metir Umhvørvisstovan, at útlát av plasti, tá grót verður koyrt á sjógv, til dømis í sambandi við havnargerð ella aðrar útfyllingar á sjónum, kann hava týðandi árin á umhvørvið. Tí ætlar Umhvørvisstovan í hvørjum einstøkum føri at taka støðu til, um tunnilsverkætlan og verkætlan at fylla grót út á sjógv skal hava umhvørvis góðkenning. Grótframleiðarin hevur skyldu at tryggja, at so lítið plast er uppi í grótinum sum tekniskt og fíggjarliga gjørligt. Grótframleiðarin hevur eisini skyldu til at skifta til tendringsskipan, sum bæði er minst líka trygg sum verandi skipanir, men samstundis hevur minni umhvørvisárin enn verandi tendringsskipanir, tá hetta er tekniskt og fíggjarliga gjørligt. Í MEST samtakinum eru skipasmiðjurnar í Havn og á Skála, MEST framleiðsluútgerð í Runavík og PAM Offshore Service, sum veitir tænastur til frálandavinnuna í Noregi. Vit hava havt eina góða byrjan í 2018 við áhugaverdum verkætlanum í ymiskum vinnum. MEST skal eisini byggja nýtt havrannsóknarskip fyri landsstýrið. Tað hevur nógv arbeiði við sær komandi tvey árini, sigur Mouritz Mohr, stjóri í MEST. Shetnews í Hetlandi skriva, at bólkar í Hetlandi, sum arbeiða fyri at verja umhvørvið og djór, hava enn eina ferð heitt á skotsku stjórnina um seta alarum forboð fyri at skjóta kóp. Skotska stjórnin verður skuldsett fyri at spilla tíðina við at royna at sleppa alibrúkum í Skotlandi undan forboðnum í staðin fyri at nokta alarum at brúka byrsu móti kópi. Í nevndini fyri Listaflog vóru Randi Samsonsen fyri LISA, Listafólkasambandið, Alda Joensen fyri Mentamálaráðið og Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways. Installatiónsvideolist er ein í Føroyum spírandi listagrein. Verkætlanin hjá Heiðriki á Heygum fer at viðgera mentan, náttúru og menniskjað á nýggjan, forvitnisligan hátt, har listamaðurin fer at sameina tað visuella og tónleikin. Heiðrikur á Heygum er ein gávaður listamaður, sum hevur víst dygdir bæði gjøgnum tónleik, film og myndlist. Væntandi fer framsýningin, siga tær í dómsnevndini, at bjóða okkum áskoðarum av við hesi øðrvísi, livandi og femininu roynd at seta andlit á Føroyar. Heiðrikur á Heygum sigur sjálvur, at eftir hansara tykki eru Føroyar ofta lýstar harðar og mansligar, og tí vil hann fegin vísa sína femininu áskoðan um Føroyar. Treytir eru um, hvussu raksturin av motorunum verður raðfestur, at reinsiskipan er á roykinum frá motorunum á nýggju støðini og, at innihaldið av svávuli skal minka frá 2020. SEV metir, at elframleiðslan í meginøkinum verður millum 430 og 530 megawatttímar um árið, og at elverkið á Sundi fer at gera millum 108 og 163 megawatttímar um árið. Vit hava heitt á nøkur fólk at velja nøkur listakøn fólk um at velja tvey verk í teirra listagrein verk, ið umboða páskirnar onkursvegna. Tey eru Meinhard Jensen og Knút Háberg Eysturstein, ið velja tónleik, Kinna Poulsen og Solveig Hansuardóttir Olsen, ið velja myndlist, Guðmund Helmsdal Nielsen og Sakaris Stórá, ið velja tónleik, og Vónbjørt Vang, ið velur bókmentir. Hetta kemur í kalarvørrinum av, at fleiri enn 100 russisk sendifólk frá ymiskum londum krig allan heimin eru send til hús, eftir eitt eiturálop á fyrrverandi russiska njósnaran, Sergej Skripal, og dóttir hansara, Juliu Skripal, í Stórabretlandi. USA hevur millum annað sent 60 russisk sendifólk úr landinum. Stórabretland hevur víst 23 sendifólkum úr landinum og Danmark tveimum. Sambært bretsku stjórnini er tað Russland, sum stendur aftan fyri álopið á Sergej Skripal, og sambært bretska forsætisráðharranum, Theresu May, er nervaeitrið, ið varð brúkt í álopinum, eitt eitur, sum russiski herurin hevur gjørt. Russland hevur avsannað at standa aftan fyri eiturálopið á fyrrverandi russiska njósnaran, Sergej Skripal, og dóttir hansara, Juliu Skripal. Tey bæði liggja á sjúkrahúsi. Í gjár søgdu heilsumynduleikarnir í Bretlandi, at Julia Skripal hevur tað betri. Í fyrstu viku í apríl fer ein arbeiðsbólkur til verka, sum skal koma við einum uppskoti til IMO, um, hvussu dálkingin frá skipum kann minka. Japan hevur mælt til, at útlátið frá skipum skal minka við 40 prosentum til 2030, í mun til útlátið í 2008, og útlátið skal minkast við eini helvt til 2060. Tey sumj reka skipavinnu halda at japanska uppskotið er ítøkiligt og ein góð byrjan, men tey siga seg samstundis bera ótta fyri, at uppskotið ikki verður samtykt. Dálkingin frá skipavinnuni og flogferðsluni vóru ikki við í veðurlagsavtaluni sum londini gjørdu í Paris í 2015. Síðani hevur flogferðslan arbeitt við sínum broytingum, og tí er skipaferðslan einasta vinnan har einki er hent enn. Tí hevur ST stovnurin, IMO, sett sær fyri at koma við eini ætlan í ár, sum skal galda til 2023, tá verulig ferð skal setast á arbeiðið at minka um útlátið frá skipum. Eydnast tað ikki, so ætlar ES at seta sínar egnu reglur fyri, hvussu útlátið frá skipum kann minka. Ein kanning sum IMO hevur gjørt, vísir, at skipavinnan stendur fyri 2,5 prosentum av útlátinum av vandamiklum evnum, og at útlátið fer at vaksa við millum 50 og 250 prosentum til 2050. Metingar vísa, at tað er lættari sagt enn gjørt at finna semju, tí tríggir fjórðingar av øllum skipum eru skrásett í sonevndum flagglondum, tað vil siga, at tey sigla ikki undir flaggi hjá egnum londum, men hjá londum har krøvini eru nógv øðrvísi. Danmark, Belgia, Spania, Ný Sæland og Marshall oyggjarnar mæla til størri átøk enn Japan. Tey mæla til at útlátið skal minka við 70 prosentum til 2030, og at eingin dálking skal vera frá skipum í 2050. USA sigur seg ikki ætla seg at leggja seg út í umrøðuna um dálking frá skipum. Argentina, Brasil, Saudiarabia og India mæla til at útseta umrøðuna til seinnu helvt av hesi øldini. Umhvørvisnevndin hjá IMO fer at hava fund í London frá 9. til 13. apríl. Danski ráðharrin í kirkjumálum, Mette Bock, fegnast um, at tað framvegis eru nógv fólk í Danmark sum halda seg til kirkjuna, í mun til gongdina í grannalondunum. Tað er serliga í høvuðstaðarøkinum at fólk venda kirkjuni bakið. Bara 57 prosent av fólkinum í Keypmannahavn eru limir í fólkakirkjuni, meðan 85 prosent av fólkinum í Viborg prestadømi eru limir í kirkjuni. Hóast tað, so vórðu heldur fleiri børn doypt í Keypmannahavn í fjør, í mun til árið fyri. Samlað fyri Danmark, verða færri børn doypt. Í fjør góð 60 prosent av børnunum, í mun til góð 61 prosent árið fyri. Hildið verður, at ein orsøk til gongdina er eitt átak frá felagskapinum, Ateistisk Selskab, sum í 2016 kunnaði fólk um, hvussu tey kundu melda seg úr fólkakirkjuni, skrivar Ritzau. Tað hevur gingið væl, og nú ætlar felagið at fáa somu útgerð í flogførini, sum flogførini hjá Atlatntic Airways hava, so tað verður betri at flúgva og lenda í Føroyum. Tað sigur Mariam Skovfoged, kunningarfólk hjá SAS. SAS hevur biðið um loyvi at seta framkomnu útgerðina í flogførini sum flúgva til Førpoya, og felagið roknar við at fáa svar um tað einaferð í apríl, sigur Mariam Skovfoged, sum letur væl at fyrsta árinum sum felagið hevur flogið til Føroya. At byrja við fleyg SAS hvønn dag til Føroya, men í vetur hevur felagið flogið tríggjar ferðir um vikuna. Mariam Skovfoged sigur, at tey rokna við at fara at flúgva aftur hvønn dag tá summarið nærkast, og at tað verður kunngjørt í næstum. Í øllum førum ætlar SAS ikki at gevast við at flúgva til Føroya. Tavlið millum Helga Dam Ziska og Carl Eli Samuelsen endaði javnt fyri løtu síðani. Hetta ber við sær, at eingin í landsliðsbólkinum fær Helga aftur. Hann er ósigraður annað árið á rað, har hann vann fýra talv og telvaði trý jøvn. Helgi fekk tí 5 stig av sjey møguligum í FM bólkinum. Hetta skrivar Talvsambandið á heimasíðu teirra. Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, sigur í viðmerkingunum til uppskotið, sum í løtuni er til hoyringar, at hóast Fíggjarmálaráðið yvirskipað varðar av skipanini, eru tað bara Landsgrannskoðanin og starvfólk har, sum hava atgongd til upplýsingar, sum verða fráboðaðar um varskógvaraskipanina. Mál, sum aðrastaðni verða fráboðað, snúgva seg yvirhøvur um fíggjarlig viðurskifti, og serliga tí verður mett, at Landsgrannskoðanin eigur at umsita skipanina. Landsgrannskoðanin skal í fyrstu atløgu meta um fráboðanina og gera av, um talan er um viðurskifti, sum eru fevnd av varskógvaraskipanini. Kemur Landsgrannskoðanin til ta niðurstøðu, at talan er um viðurskifti, sum eiga at verða kannað, verður aðalstjórin, sum varðar av økinum, kunnaður um málið. Landsgrannskoðanin skal eisini kunna løgmansstjóran og aðalstjóran í Fíggjarmálaráðnum og koma við tilmælum um, hvussu viðurskiftini verða fingin í rættlag. Hetta uppskotið um varskógvaraskipan er ikki fyrsta slíka skipan í Føroyum. Føroysku peningastovnunum er álagt at hava eina varskógvaraskipan, har starvsfólk dulnevnt ella navngivið kann boða frá óreglusemi. Tað er lógarkrav, at bankarnir hava eina innanhýsis varskógvaraskipan, og at starvsfólk kunnu venda sær gjøgnum varskógvaraskipana til Fíggjareftirlitið. Freistin at gera viðmerkingar til uppskotið um varskógvaraskipan er 24. apríl, og ætlanin er, at lógin skal koma í gildi 1. juni, tá allar mannagongdir og skipanir eru lidnar. EIN REGLA UM DAGIN MÁ VERA NOKK er eitt portrett av yrkjaranum, myndlistamanninum og tónleikaranum Tóroddi Poulsen f. 1957 , sum í 25 ár hevur verið ein týðandi úrmælingur í føroyskum bókmentum og seinstu árini eisini í myndlist og rokktónleiki. Eg havi ongantíð verið serliga prátingarsamur, sigur Tóroddur einastaðni í filminum, og tað kann vera nakað um tað. Tóroddur sigur ikki hvat sum helst við hvønn sum helst, men tað hevur eydnast Katrini Ottarsdóttur at gloppa onkrar lúkur og at fáa mannin at tosa um tað, sum hann annars ikki tímir at tosa um seg sjálvan og sína list. Eisini viðger hann til dømis Gud, lívið og deyðan, og umframt alt hetta er filmurin á tremur við yrkingum, myndlist og tónleiki hjá Tóroddi. Einaferð, Atli Dam, løgmaður, sáli, og Eyðfinnur Jacobsen, sum seinni gjørdist fyrsti formaður í nevndini fyri Atlantsflog, vóru staddir í Keypmannahavn, fingu teir fundarboð frá Mærsk Air. Fundurin var á føroysku viðskiftastovuni í Keypmannahavn, og ørindini vóru at fáa føroyingar at gevast við ætlanini um at stovna egið flogfelag. 28. september í 1987 skrivaðu Atli Dam, løgmaður, og Lasse Klein, landsstýrismaður, vegna landsstýrið og Ingolf Nielsen og Hans Ingolf Nielsen vegna Cimber Air undir eina yvirlýsing í Tinganesi um samstarvið um nýggja flogfelagið. Lasse Klein legði uppskot um at seta partapening í flogfelagið fyri tingið 4. november, og 10. november varð Atlantsflog formliga stovnað. Samstarvið við Cimber noyddist tó skjótt at halda uppat, tí Mærsk Air fekk viðhald í einum gerðarrættarúrskurði fyri kravi sínum um, at Cimber, sum partur av Danair, hevði brotið partaeigarasáttmálan, sum varð galdandi fyri Danair, og at Cimber tí skuldi fara burtur úr samstarvinum við føroyingar um Atlantsflog í seinasta lagi 1. januar í 1989. Men skjótt varð borið at, og níggju dagar fyri, at Cimber skuldi fara burtur úr Atlantsflogi, góvu danskir myndugleikar Atlantsflogi konsessión til rutuflúgving millum Føroyar og útheimin. Tað hevði við sær, at løgtingið samtykti at seta 75 milliónir krónur í nýggjum partapeningi í felagið, og samstundis varð skrásetti partapeningurin upp á 14 milliónir skrivaður niður til 0. Herfyri góvu danskir myndugleikar boð um, at tveir russiskir diplomatar í Danmark skuldu vísast av landinum, í kjalarvørrinum á málinum um fyrrverandi russiska njónsaran, Sergej Skripal, og dóttur hansara, Juliu, sum vórðu funnin eitrað í enska býnum Salisbury 4. mars. Fleiri ES lond og USA vístu umleið 150 diplomatum av landinum, og í dag boðsendi russiska uttanríkisráðið í Moskva fleiri sendiharrum á fund. Holland og Italia hava fingið at vita, at Russland vísir tveimum diplomatum úr hvørjum landi úr Russlandi, og Finnland og Svøríki, sum hvør hava víst einum russiskum diplomati av landinum, hava fingið at vita, at ein finskur og ein svenskur diplomatur verða vístir úr Russlandi. Russland boðaði í gjár frá, at landið fór at svara aftur, og í fyrstu syftu kunngjørdi Sergej Lavrov, uttanríkisráðharri, at Russland fór at vísa 60 amerikanskum diplomatum av landinum og lata amerikanska konsulátið í Sankta Pætursborg aftur. Bretland leggur Russland undir at hava skipað fyri, at Sergej og Julia Skripal vórðu eitrað. Bretskir myndugleikar siga, at nervaeitrið, sum varð brúkt, hevur slóðir í gamla Sovjetsamveldinum. Bretland vísti beinan vegin 23 russiskar diplomatar av landinum, og Russland svaraði aftur við at vísa sama tal av bretskum diplomatum úr Russlandi 3.partur Í dag ber til at heilsa uppá ein nýggjan máta. Jú, nú duga øll at siga Góðan morgun dag gott kvøld góða nátt . Og so ber til eisini at heilsa við hondunum. Visti tú, at tað ikki hoyrist so væl, tá Vimús klappar Tað ger tað, tá Vinus klappar. Hann klappar hart, og enntá ymiskt. Í dag er bókin um ein góðan vin, sum er svartur og hvítur. Og sangurin er um høvdið, um akslarnar og um knøini. Tað er tekningin eisini. Og tingini eru vanlig men nokk so stór hjá eini mús. Sendingin verður endursend í sambandi við 30 ára dagin hjá Atlantic Airways. 28. mars 1988 byrjaði nýggja føroyska flogfelagið Atlantic Airways regluliga flúgving millum Vágar og Kastrup. 26.mars kom flogfarið hjá A.A. fyrstu ferð í Vágar. Sendingina gjørdu Ragnar C. Joensen og Johnsigurd Johannesen Páskaløta við Ebenezerkórinum. Jógvan Asbjørn Skaale er í studio, tosar við Øssur Berghamar og Alexander Samuelsen, sum greiða frá sangunum, sum kórið fer at syngja. Lagt til rættis Øssur Berghamar, Alexander Samuelsen, Jógvan Asbjørn Skaale og Jens Christian Guttesen. Sett saman Ragnar C. Joensen. Í gjár var bretski sendimaðurin í Ruslandi, Laure Bristow, á fundi í russiska uttanríkisráðnum. Tá var hann sambært Reuters kunnaður um, at Bretland skal minka so mikið um starvsfólkahópin í Moskva, at Bretland hevur líka nógv fólk í Moskva, sum russar hava eftir á síni sendistovu í London. Túsundtals palestinar gingu mótmælisgongu á markinum millum Gaza og Ísrael í samband við, at 70 ár eru liðin síðan ísraelski staturin varð settur á stovn. Ein samd trivnaðarnevnd tekur undir við uppskotinum hjá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, um at fyritíðarpensjónistar skulu rinda sama egingjald fyri heilivág sum fólkapensjónistar, ella í mesta lagi góðar 1300 krónur um árið. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur skotið upp at tilskots stigin, sum í dag er galdandi fyri persónar, ið eru 67 ár ella eldri, eisini verður galdandi fyri fyritíðarpensjónistar. Verður lógaruppskotið samtykt, lækkar egingjaldið hjá fyritíðarpensjónistum umleið 750 krónur um árið fyri tilskotsheimilaðan heilivág. Magni Laksáfoss var næstformaður í Sambandsflokkinum til 10. mars 2018, tá flokkurin heldur valdi Helga Abrahamsen sum næstformann. Mann vil vera ein konservativur flokkur. Og nú hevur flokkurin bæði ein formann og ein næstformann, sum vilja tað sama, sigur Magni Laksáfoss. Magni Laksáfoss hevur onga støðu tikið til, um hann fer í nakran annan flokk. Hann vil heldur ikki siga, um hann nú verður partur av samgonguni ella ikki. Beint undan jólum í fjør, tann 22. desember, gjørdu Bakkafrost, Fiskaaling og Uttanríkis og Vinnumálaráðið avtalu um, at Bakkafrost yvirtekur kynbótaarbeiðið grundað á føroysku laksastammuna og fer undir at fyrireika framleiðslu av rogni undan føroyska laksinum. Avtalan merkir, at Bakkafrost fer at leiga lívfiskastøðina í Skopun og fýra framleiðslubygningar við Áir frá Fiskaaling. Stórt umbyggingararbeiði hevur verið í tveimum av bygningunum við Áir, soleiðis at nú er møguligt at framleiða lívfiskafamiljur og ættarlið undan seinastu føroysku laksunum. Harðir samanbrestir vóru í gjár millum palestinsk mótmælisfólk og ísraelska herin á markinum millum Gaza og Ísrael. 17 fólk vórðu dripin, og 1.400 blivu særd Ísrael hevur alment boðað frá, at tað verður ikki góðtikið, at nakar nærkast markinum millum Gaza og Ísrael. Ísraelski herurin hevur boðað frá, at mann tiltuskar sær eisini rættin til at skjóta, um nakar fer ímóti hesum boðunum. Tað er orsøkin til, at so nógv fólk doyðu í gjár, sigur Heini í Skorini. Tað vóru nakrir glottar mitt í 90unum, men seinastu nógvu árini hevur mann bara sæð alsamt meir víðgangdar rørslur hjá báðum pørtum. Ísraelska fólkið trýr minni og minni uppá frið, meðan Hamas hevur tikið yvir áí Gaza. So beint nú er útlitini fyri friði als ikki til staðar, sigur Heini í Skorini. Georg L. Petersen, blaðstjóri á Dimmalætting, roknar við, at Magni Laksáfoss fer næstu mánaðirnar at atkvøða saman við samgonguni í nøkrum málum. Blaðstjórin heldur tað eisini vera rætt, tá Magni Laksáfoss sigur, at Sambandsflokkurin er vorðin meira konservativur, enn hann hevur verið. Og Bárður á Steig Nielsen vísir aftur, at Sambandsflokkurin hevur verið ov afturhaldin í at finna tær semjurnar, sum eru neyðugar. Sporini vaksa úr orðum man vera íbirtur av mínum egnu fordómum um Jóanes. Hesin álvarsami maður, sum altíð hevur verið ein partur av býarmyndini í Havn antin á prutli ella í djúpum tonkum við hondunum handan bak gjøgnum havnargøtur. Ivaleyst ikki ein maður, ið tók tilveruna við løttum. Og so var hann eisini yrkjari og livdi sína kommunistisku sannføring fult og heilt sum fiski og arbeiðsmaður. Hartil vóru hansara atfinningarsomu og bersøgnu lesarabrøv og greinir ofta at lesa í bløðunum . Soleiðis skrivar Katrin Ottarsdóttir á heimasíðu sínari um sínar tankar um Jóanes Nielsen, sum hon so síðani gjørdi film um. Og her kemur filmurin. Leikstjórn, upptøka og klipping Katrin Ottarsdóttir. Hugskot Hugin Eide og Katrin Ottarsdóttir. Ljóðbland Iben Haahr Andersen. Framleiðandi Hugin Eide. Framleiðsla Blue Bird Film 2009. Stuðlað hava Mentamálaráðið, Mentanargrunnur Landsins, Eik Banki, Fjølrit, Føroya Skúlabókagrunnur, KulturKontakt Nord, Dansk færøsk Kulturfond og Tórshavnar Kommuna. Í filminum hjá Katrini Ottarsdóttur eru vit við myndahøggaranum Hans Paula Olsen og kvinnuligu nakinmodell hansara í atelierinum í einum bakgarði í Keypmannahavn, har Hans Pauli er í holt við størstu standmynd sína nakrantíð, og har hann rummiskur greiðir frá sínum tonkum um list og um tað at skapa. Vit eru flugan á vegginum, tá hann gloymir myndatólið og bara er til fyri at skapa sína list við berum hondum. Og vit uppliva mótsetningin millum listina, tá hon stendur so tignarlig í teimum fínu listahøllunum, og tá hon bara er vátir leirklumpar í eini skitnari garasju. Hans Pauli Olsen er føddur í Havn í 1957. Hann brúkar ofta klassiskt tilfar sum granit, gips og bronsu í standmyndum sínum, og hevur sítt egna, serstaka figurativa listasnið, har menniskjamyndin er tað berandi. Eitt uppskot frá einum vanligum borgara og veljara í Danmark, tí 38 ára gamla Frederik Mathiasen Nielsen, hevur nú fingið 50.000 undirskriftir, sum sambært donsku stýrisskipanini er kravið fyri at uppskot frá vanliga fólkinum skal viðgerast í fólkatinginum. Eftir eitt ár sum ráðharri er eftirlønin góðar 78.000 krónur um árið, og veksur síðani fyri hvørt árið, upp til átta ár, tá ráðharrin hevur rætt til hægstu eftirløn svarandi til 283.000 krónur eftir pensjónsaldur og 326.000 krónur um árið fyri pensjónsaldur. Tað er púra burturvið, heldur uppskotsstillarin Frederik Mathiasen Nielsen, sum tí hevur savnað neyðugu undirskriftirnar fyri einum uppskoti, sum gevur ráðharrum somu eftirlønartreytir sum onnur á arbeiðsmarknaðinum. Á tíðindafundi í gjár boðaði Aleqa Hammond frá, at hon stillar upp fyri nýggja flokkin hjá Vittus Qujau kit soq, sum eitur Nunatta Qutornai. Flokkurin hevur í stevnuskránni at loysa Grønland frá Danmark og hevur lagt ein harðari og meira kritiskan tóna mótvegis danska yvirvaldinum, sammett við aðrar flokkar í grønlendskum politikki. Aleqa Hammond hevur eina drúgva fortíð í grønlendskum politikki, bæði sum forkvinna í flokkinum Siumut og forkvinna fyri grønlendska landsstýrið. Í 2014 mátti hon fara úr grønlendska landsstýrinum, tá tað kom fram, at hon hevði brúkt meira enn 100.000 krónur úr grønlendska landskassanum til privat endamál. Hon varð kortini vald á fólkating fyri Siumut á valinum í 2015, men longu árið eftir varð hon koyrd úr Siumut eftir at tað kom fram, at hon hevði misbrúkt kreditt kort frá danska fólkatinginum til egna, privata nýtslu. Størstu lutirnir, eitt nú orkutangar og rakettmotorar, kunnu møguliga raka jarðarskorpuna, men sannlíkindini fyri, at teir detta á fólk, eru ómetaliga lítil. Fríggjadagin mótmæltu fleiri tíggju túsund palestinar nærhendis markið, og tað elvdi til samanbrestir við ísraelskar hermenn, sum svaraðu aftur við táragassi og skotum. Kuwait, sum umboðar arabisku londini í Trygdarráðnum hjá ST, legði fram eitt uppskot til eina yvirlýsing, har ST krevur eina óhefta kanning av tí, sum er farið fram í Gaza síðstu dagarnarnar. Í yvirlýsingini stendur, at Trygdarráðið er ørkymlað av støðuni við markið millum Gaza og Ísrael, og syrgir missin av óskyldigum, palestinskum mannalívum. Uppreistrarrørslan Jaish al Islam og russiska stjórnin, sum er tættasti sameindi hjá sýrisku stjórnini, hava gjørt eina avtalu, sum í stuttum merkir, at uppreistrarfólkini taka seg aftur úr Ghouta og fáa frítt at fara til onnur øki har norðuri í Sýria, sum uppreistrardeildir hava ræði á. Fyri fyrstu ferð síðani uppreisturin byrjaði í 2011 kann Assad nú siga, at høvuðsstaðurin Damaskus er ein tryggur og friðarligur býur. Tað er ein stórur sigur fyri hansara stýri, sigur Allan Sørensen, korrespondentur hjá Weekendavísini, við danskar miðlar ídag. Avtalan um at uppreistrarliðini rýma úr Ghouta kemur í kjalarvørrinum av ógvusliga álopinum á Ghouta, sum herurin hjá Bashar al Assad fór undir 19.februar, væl stuðlaður av russiskum krígsflogførum. Okkurt um 400.000 sivilfólk vóru tá stødd á hermótinum, og fleiri hundrað sivilfólk lótu lív í stóra álopinum á Ghouta, sum byrjaði 19. februar. Bæði sýriski stovnurin fyri mannarættindi og almenna sjónvarpið í Sýria vátta í dag tíðindini um avtaluna, sum skal slóða fyri, at uppreistrarfólkini fara úr sínum seinasta skansa í sýriska høvuðsstaðnum, Damaskus. Eingin nýggjur aktørur kemur inn í fiskivinnuna gjøgnum uppboðssøluna, og ongar íløgur verða gjørdar í nýggj skip við mest framkomnu tøknini, óttast stjórin á Fiskavirkinum í Gøtu Páll Gregersen vísur á, at síðstu árini hevur eingin gjørt íløgur í nýggj skip. Tey skip, sum føroyingar hava keypt, eru skip, sum fiskivinnan í grannalondunum hevur skift út við nýggjari og meira framkomin skip Sambært lógini um fyrisiting av sjófeingi skal rætturin at veiða part av føroyska fiskiríkidøminum bjóðast út á uppboðssølu. Tá avtornaði varð uppboðssøluparturin nógv minni enn politisku ambitiónirnar og upprunaligu ætlanirnar. Í eygunum á stjóranum á Fiskavirkinum í Gøtu er frægara loysnin at skriva út nøkur fleiri loyvi, um politiska skipanin ynskir nýggjar aktørar inn í fiskivinnuna. Fyri at sleppa undan spekulatión við fiskiloyvum ber, sambært Páll Gregersen, til at áseta ein brúksrætt og áleggja eitt høgt kilogjald til landskassan fyri kvoturnar, um reiðarí velja at selja tær víðari til onnur. Uppboðssølukunngerðin, sum hevur verið til hoyringar og væntandi verður lýst beint eftir páskir, leggur upp til, at alt skal seljast á afturlatnari uppboðssølu. Á opnari uppboðssølu vinnur hægsta boð. Men á afturlatnari uppboðssølu er tað lægsta, vinnandi boðið, sum ásetir prísin, sum allir keyparar skulu gjalda Í 2010 fann Hans Højgaard loksins fram til sína familju í Hebridunum. Hans er føddur undir seinna heimsbardaga. Pápin var bretskur sjóhermaður, sum fór úr Føroyum í 1944. Undir krígnum gingu hundraðtals føroyskar kvinnur saman við bretskum hermonnum. Hjá nógvum teirra førdi kærleikin til hjúnaband, og tær fluttu við hermanninum til eina nýggja tilveru í Bretlandi. Men tær vóru mangar, sum bíðaðu til fánýtis, tí hermaðurin kom ikki aftur til Føroyar eftir krígslok. Ofta vistu tær ikki at siga frá hesum monnunum. Kanska var hann fallin á hermótinum. Eftir stóðu tær mongu einligu mammurnar og ikki minst børnini við spurningunum. Tá Hans fór at leita eftir pápa sínum, førdi leitanin hann til lítlu oynna Scalpay á Hebridunum. Hans og konan vitjaðu har niðri í 2010. Pápin var deyður, men Hans hitti hálvsystkinini. Tá Hans og familjan vitjaðu aftur í 2014, var eitt skotskt sjónvarpslið við teimum. Í rørandi sendingini Tveir oyggjabólkar ein familja hoyra vit um søguna hjá Hans og um vitjanina í Hebridunum. Skotska sjónvarpsliðið var eisini við, tá familjan og hálvbeiggin, Kenny, flugu aftur til Føroyar. Hans og Kenny vitjaðu millum annað á Landsskjalasavninum í Havn og á sjómannadegnum í Klaksvík. Framleiðsla Mac TV fyri BBC Scotland. Hetta er eitt postivt tekin, tí áður hava kvinnur, ið hava verið útsettar fyri sálarligum harðskapi, ikki vent sær til kvinnuhúsið. Tað sigur Elin Reinert Plank, sum er leiðari í Kvinnuhúsinum. Úr Bejing verður sagt, at hetta verður gjørt fyri at verja kinesisk áhugamál og javna missin, sum er vegna nýggju tollirnar hjá amerikanarum . Áður hevur Kina sagt, at landið ikki vil hava handilskríggj, men at Kina ikki fór at sita helndur í favn, um landsins búskapur varð raktur av amerikansku tiltø kunum. Eg haldi meg vita, at Magni Laksafoss ikki er heilt ósamdur við samgonguni í fleiri av teimum stóru málunum, samgongan hevur sett sær fyri. Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, ið fegnast um, at Magni Laksafoss, sum nú er uttanflokkatingmaður, fer at geva samgonguni størri møguleika fyri at fáa stórmálini hjá samgonguni samtykt. Samgongan hevur meiriluta fyri pensjónsnýskipanini, men hon manglar enn at fáa 17 atkvøðir fyri veiðigjøldini, sum enn liggja í vinnunevndini. Aksel V. Johannesen, løgmaður, sigur, at hann fer at seta seg í samband við Magna Laksafoss, uttanflokkatingmann, millum annað um veiðigjøldini. Hann segði, at yvirskriftirnar í fjølmiðlunum sum skilligt er snúgva seg um politiskan spenning og stríð, men at sannleikin er, at hvørki kríggj ella politiskur spenningur eru størsta hóttanin í dag. Hann vísti á, at nýggjar uppgerðir frá Heims veðurlagsstovninum hjá ST, frá Heimsbankanum og Altjóða Orkustovninum vísa miskunnarleysu menningina av veðurlagsbroytingunum. Útlát av koltvísúrevni, tengt at orkunýtslu, vaks í fjør 1,4 prosent, og er nú 32 og eitt hálvt giga tons. Tað hevur ongantíð áður verið so stórt. Eitt gigatons er tað sama sum ein milliard tons. Í fjør var árstíðin fyri ódnir í Karibia tann dýrasta nakrantíð, og ST aðalskrivarin segði, at menningararbeiði, sum hevur verið í gongd har í fleiri áratíggju, er oyðiløgd av ódnunum í fjør. Í suðurasia raktu ógvusligar monsoon flóðir 41 milliónir fólk í 2017, og í Afrika noyddi skerpingur næstan 900.000 fólk at rýma frá húsi og heimi í fjør. Skógareldar herjaði nógva staðni kring heimin, og mátingar vístu, at ísurin í Arktis ongantíð fyrr hevur verið so lítil sum í vetur. António Guterres vísti í røðu síni eisini á, at nýtslan av lívrunnum brennievni vaks í fjør, og at hetta slagið stóð fyri heili 70 prosentum av samlaða vøkstrinum í altjóða eftirspurninginum. Heimshøvini eru heitari og súrari enn vit nakrantíð hava vitað um, og tá Parísavtalan var gjørd um veðurlagsbroytingar fyri nøkrum árum síðani, varð hildið, at tað fór at bera til at avmarkað altjóða vøksturin í hita til hálvtannað stig. Men nú eru vísindaólk farin at ivast, um tað ikki er ov seint at røkka hesum málinum. ST hevur ætlanir um at halda nýggjan veðurlags toppfund næsta ár fyri at fáa heimsins leiðarar at seta sær størri mál um skerja útlátini av veðurlagsgassum, men veruleikin er, at sera fá lond eru nær námind teimum málum, sum sett vóru í París sáttmálanum í 2015. Meg lystir at vita, hvussu mangir ávaringarlúðrar afturat skulu ljóma, fyrr enn heimurin vaknar og tekur við avbjóðingunum, segði Antonio Guterres. Vit vita, at tað kann vera torført at loysa trupulleikar, sum ein heldur liggja frammi í tíðini, men fólk verða longu nú rakt av veðurlagsbroytingum, segði Antonio Guterres, aðalskrivari í ST. Sambært familjuni, hevur Winnie Mandela hevur havt drúgva sjúkralegu og seinasta árið hevur hon fleiri ferðir verið innløgd á sjúkrahús. Winnie Mandela var gift suðurafrikanska leiðarananum og forsetanum, Nelson Mandela, frá 1958 til 1996. Meginpartin av hjúnarlagnum livdu tey hvør sær, tí Nelson Mandela sat í fongsli frá 1963 til 1990. Winnie Mandela var tá vorðin politisk byrða fyri hann, tí hon hevði framt fleiri brotsverk. Hon varð í 1991 dømd fongsulsrevsing, sum seinni varð broytt til bót. Danskir granskarar standa á odda fyri Asim verkætlanini, ið verður mett sum flaggskipið í danskari rúmdargransking. Tað eru DTU Space og fyritøkan Terma, sum hava ment eitt nýtt observatorium, sum hevur til endamáls at fáa nýggja vitan til vega um okkara veðurlag. Ætlanin er, at ASIM støðin skal avmynda ógvusliga toru og snarljós, sum eru kanska 100 kilometrar omanfyri skýggini. Tá klárt er, verður møguligt at hyggja inn í snarljósini og fáa týðandi upplýsingar til vega. Asim hevur nú kós móti altjóða rúmdarstøðini ISS, haðani hon skal virka og savna inn tey data, sum kanska einaferð kunnu geva granskarum nýggja vitan um torusláttur og snarljós, og hvussu hesi hava ávirkan á veðurlag og veðurlagsbroytingar. Sambært einum talsmanni hjá Donald Trump skal amerikanski forsetin hava bjóðað Putin til Washington, tá hann 20. mars ringdi til russiska forsetan fyri at ynskja honum tillukku við sigrinum og afturvalinum. Síðstu vikurnar eru viðurskiftini millum Russland og nógv lond í vesturheiminum, teirra millum USA, vorðin alsamt meira spent í kjalarvørrinum av eitur atsóknini móti einum fyrrverandi russiskum njósnara og dóttir hansara í Stórabretlandi. Tey bæði vórðu eitrað 4. mars, og tað hevur síðani elvt til diplomatiskar rembingar, har lond í Evropa og USA hava útvíst russisk sendifólk, og Russland afturímóti hevur útvíst sendifólkum hjá hesum londum. Tí er vorðið truplari at leggja toppfundin millum Putin og Trump til rættis, ásannar talsmaðurin fyri russisku stjórnina, Yury Ushakov, sambært tíðindastovuni Interfax. Talsmaðurin sigur seg tó framvegis hava vónir um, at fundurin verður veruleiki. Tað er neyðugt fyri báðar partar, og altjóða samfelagið sum heild, sigur Yury Ushakov. Herurin ávaraði tey trý um, at tað kundi verða vandamikið at nærkast landamarkinum, sigur, Cesar Navas, innanríkisráðharri í Ekvador. Tey trý vóru burturflutt í gjár og flutt til Kolumbia. Tey hava tað gott, siga myndugleikarnir, sum hava tosað við burturflytararnar. Harðskapurin við markið til Kolumbia er øktur seinastu vikurnar, eftir samanbrestir millum almenn tænastufólk og narko og menniskjasmuglarar, og eisini við fyrrvernadi limir í uppreistrarbólkinum FARC í Kolumbia, skrivar Journalisten.no . Ofta síggja vit, at íverksetarar koma fram í almennu myndini frá degi til dags við sínum avrikum, men har liggur altíð hart arbeiði og ein persónlig søga aftanfyri, sigur Halgir Winther Nagata. Tað er tann søgan, sum hann vil fortelja. Tískil er hann farin undir Startup Podcast, har hann ætlar sær at tosa við ymiskar føroyskar íverksetarar. Tað fyrsta podcastið er ein samrøða við Andres Jacobsen, sum byrjaði sum heilt ungur at gera gysara filmar, og í dag eigur hann Polar Films saman við vinmanninum Brian Samson. Startup Podcastið finst á appunum Apple Podcast og Stitcher, og á heimasíðuni halgir.fo. Líðandi yvirgongd, at seta borðini øðrvísi, eygleiðingar hjá skúlaleiðarum av lærarum, frítíðarskúlar og lítil námsfrøðilig einmansvirki til dagstovnar í Onglandi. Tú varnast altíð nógv spennandi við at vitja eina heilt aðra skúla og dagstovnamentan enn okkara føroysku bæði av góðum og ringum. Jóhannes Miðskarð, PhD og adjunktur í námsfrøðiligari leiðslu á Námsvísindadeildini, hugleiðir um eygleiðingar, sum eru gjørdar í sambandi við lestrarferð í London við lærara og pedagoglesandi í linjufakinum námsfrøðilig leiðsla. Hetta er eitt gott høvi hjá kirkjum og samkomum at koma saman um tað, sum vit minnast um páskirnar, sigur Derhard Jógvanson, prestur. Hetta er 12. ferð at skipað verður fyri tílíkari gudstænastu. Tað er gott at síggja, at vit hava nakað felags, hóast traditiónirnar kunnu vera ymiskar, vísur Dehard Jógvanson á. Kanningin hjá Kristinu Samuelsen, kanningarstjóra, av embætisførsluni hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni og eftirlitsskylduni hjá løgmanni er nú liðug. Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Høgni Hoydal, landsstýrismaður, fáa í dag ella í seinasta lagi í morgin kanningina til ummælis. Teir fáa tvær vikur at gera viðmerkingar. Tað sigur Kristina Samuelsen, kanningarstjóri. Hon sigur, at tá løgmaður og landsstýrismaðurin hava viðgjørt kanning hennara, verður síðsta hond løgd á hana, og so verður kanningin latin løgtingsformanninum. 15 fólk í andstøðuni í løgtinginum bóðu um kanningarstjóra at svara seks spurningum um embætisførsluna hjá Høgna Hoydal viðvíkjandi veiðiloyvunum hjá partafelagnum Nærabergi. Sjeyndi spurningurin er, um løgmaður hevur røkt sína skyldu at hava eftirlit við landsstýrismanninum í fiskivinnumálum á fullgóðan hátt. Reuters skrivar, at ákæruvaldið í Schleswig Holstein heldur, at spanska umbønin um at fáa hann útflýggjaðan kann játtast, tí ákærurnar um uppreistur eisini fevna um eina fólkaatkvøðu, sum varð hildin, hóast hon var ímóti sponsku grundlógini, og hóast harðligir samanbrestir vóru væntandi. Teir hava eisini biðið rættin um at lata Puigdemont verða sitandi í varðhaldi, meðan rætturin viðger málið, tí vandin er fyri, at fyrrverandi katalonski forsetin annars fer at royna at rýma. Puigdemont flýddi úr Spania til Belgia fyri fimm mánaðum síðani, tá spanski forsætisráðharrin, Mariano Rajoy, setti katalansku fyrisitingina frá og setti landspartin undir umsiting úr Madrid. Talan var ikki um undantaksstøðu slíkt, sum vanliga verður rópt force majeure. Tí slapp línuskipið Kambur ikki at avreiða hálvthundrað tons í Íslandi og senda tey í bingjum til Føroya. Løgtingið hevur samtykt, at allur fiskur skal um føroyskan kaikant. Lógin heimilar tó undatøk frá meginregluni, tá talan er um force majeure, eitt nú motorbrek. Høgni Hoydal, landsstýrirmaður, hevur svarað fyrispurningi frá Jógvani á Lakjuni, løgtingsmanni. Partafelagið, sum eigur Kamb, søkti skrivliga á grækarismessu Fiskimálaráðið um at senda hálvthundrað tons av fiski til Føroya í bingjum. Reiðaríinum ætlaði at fara inn í Íslandi og avreiða 50 tons. So kundi Kambur fiska alla kvotuna á sama túri, heldur enn at fara nýggjan túr eftir 50 tonsum. Høgni Hoydal sigur, at hann hevur uppskot í uppskotinum um broytingar í lógini um fyrisiting av sjófeingi, sum er til viðgerðar í løgtinginum, at gera heimildirnar smidligari til undantøk, so force majeure ikki er avgerandi. Ein møguligur arbeiðssteðgur á almenna arbeiðsmarknaðinum í Danmark umfatar millum annað skúlar, dagsstovnar, tokferðslu og sjúkrahús. Graeme Fawcett, fyribilsstjóri í Atlantic Petroleum, sigur í fráboðanini til keypsskálarnar, at felagið hevur optimistiskar vónir um framtíðina, serliga eftir at felagið hevur fingið fíggjarligan stuðul frá felagnum London Oil and Gas. Heldur enn at gera seg inn á rættvísa amerikanska útflutningin, eigur Kina at gevast við at skaða nationalu trygdina hjá US og at órógva altjóða marknaðin, sigur Lindsay Walters, talskvinna. Kinesiski vinnustudningurin og støðugu ovurframleiðslan er rótin í trupulleikanum í stálkreppuni, leggur hon afturat sambært BBC. Amerikanski forsetin Donald Trump hevur áður lýst Kina sum ein búskaparligan fígginda og hevur fráboðað fleiri handilstiltøk móti Kina. Tvøroyrar býráð samtykti fyri einum mánað síðani at fylgja tilmælinum frá borgarstjóranum um, at skipað verður fyri einari hugskotskapping, har øll kunnu koma við hugskotum um, hvat Roykstovan kann verða brúkt til. Tvøroyrar kommuna vil tó, at hugskotini taka við, at Roykstovan er ein týdningarmikil partur av Tvøroyrar søgu, tá talan er um menningina í vinnulívinum, á mentanarøkinum og á sosiala øki. Grundøkið er 1268 fermetrar, og á tí standa sethúsini og hjallur. Faktorhúsini eru fyrstu sethús, sum vórðu bygd á Tvøroyri, tað var í 1836. Føroyski skipaflotin megnar ikki, sum er, at lúka krøvini, sum sjófartsfelagskapurin hjá ST hevur boðað frá um minni dálkandi útlát. Umhvørvisnevndin hjá IMO, sum er sjófartsfelagskapurin hjá ST, fer at hava fund í London í komandi viku. Á fundinum skal greiðast frá, hvussu skipaflotin kring heimin kann nútímansgerast, so útlátið av dálkandi evnum kann minka. M.a. mælir Japan til, at útlátið av vakstrarhúsgassi skal minka við 40 til 2030 samanborið við útlátið í 2008. Men Danmark, Belgia, Spania, Ný Sæland og Marshall oyggjarnar mæla til, at útlátið skal minka við 70 til 2030, og at eingin dálking skal vera frá skipum í 2050. Slík viðurskifti taka vanliga langa tíð at broyta, og tí væntar Suni Petersen ikki, at Føroyar klára at liva upp til tey krøvini longu í 2030. Spurningurin er tí, hvørjar avleiðingar tað kann fáa fyri Føroyar, um slík krøv vera sett til dálkandi evni á skipum, og vit ikki megna at liva upp til ásettu treytirnar. Hann sigur tó, at um nøkur ár verður tøknin vantandi ment, og tískil fáa skipini betri fyritreytir at lúka komandi krøvum um at gerast grønari. Tað er gølan, har privatar upplýsingar hjá 50 milliónunum brúkarum eru latnar Cambridge Analytica, sum fær Stringer at krevja broytingar í nevndini fyri Facebook. Sambært Scott Stringer er neyðugt, at Facebook fær ein óheftan nevndarformann og tríggjar nýggjar nevndarlimir við servitan um data og etikk. Tað er eitt neyðugt stig fyri at tryggja, at Facebook sum sosialur miðil virðir og tryggjar privatlívið hjá sínum brúkarum. Talan er um áttandu størstu fyritøku í heiminum, sum hevur tvær milliardir brúkarar. Fyritøkan arbeiðir í einum ongamannalandi, og hevur ikki handlað á slíkan hátt, ið ger fólk trygg og vís í, at teirra upplýsingar nú eisini eru vardar, sigur Scott Stringer við Financial Times. Býurin New York, sum Stringer umboðar, eigur partabrøv í Facebook fyri útvið eina milliard dollarar, tað eru seks milliardir krónur. Gudny Langgaard er 39 ára gomul og útbúgvin BA í International Marketing Management frá Bournemouth Univeristy og MBA frá Liverpool University. Gudny Langgaard hevur verið sølu og marknaðarleiðari á Sosialinum í fýra ár, harav hálvttriðja ár sum leiðari. Eftir hetta var hon sølu og marknaðarstjóri á Vodafone í tvey ár, til hon tók við stjórastarvinum har í fimm ár. Støðan 1.KÍ 9 stig 2.EB Streymur 7 stig 3.NSÍ 6 stig 4.B36 4 stig 5.HB 4 stig 6.Víkingur 3 stig 7.Skála 3 stig 8.TB FCS Royn 3 stig 9.AB 2 stig 10.07 Vestur 1 stig Komandi dystir 07.04.2018 Skála TB FCS Royn 08.04.2018 Víkingur B36 08.04.2018 KÍ AB 08.04.2018 EB Streymur HB 08.04.2018 NSÍ 07 Vestur Oljufelagið Magn hevur stórar ætlanir og ætlar at flyta seg frá einans at verða eitt oljufelag, til at verða eitt orkufelag, ið leggur størri dent á grøna orku. Fyrsta stigið er nú tikið Magn hevur keypt Demich, ið millum annað veitir hitaanlegg til privatu húsarhaldini í Føroyum. Sambært Hendrik Egholm, samtaksstjóra í Magn, so fara fyritøkurnar fyrst at arbeiða hvør sær, men við tíðini er ætlanin at arbeiða saman. Tað er tó ein treyt fyri hesum samstarvi millum fyritøkurnar. Tað er, at elveitingarlógin verður broytt, og at latið verður upp fyri kapping á framleiðsluøkinum innan streym. Ikki fyrr enn tá kunnu fyritøkurnar veita eina heildarloysn. Hendrik Egholm sigur, at um málið um 100 grøna orku á landi í 2030 skal náast, so er neyðugt, at onnur enn SEV sleppa at framleiða streym inn á netið. Við størri kapping kunnu fleiri bjóða seg fram og harvið fáa prísin niður. Samstundis er tað eitt neyðugt trýst, ið fremur innovatión innan grøna orku í Føroyum. France 24 skrivar, at verkfallið, sum verður tveir dagar av hvørjum fimm, fer at hava ruðuleika við sær fyri milliónir av fronskum ferðafólki. Fakfeløgini hava boðað frá, at tiltøkini halda fram til 28. juni, ella til forsetin sleppur síni ætlan at endavenda statsliga jarnbreytarfelagnum, SNCF. Sosialur spenningur hevur verið í Fraklandi í seinastuni, skrivar France 24. Pensjónistar, studentar og almenn starvsfólk hava alment mótmælt stóru broytingar ætlaninum hjá Macron, forseta. Nú tokferðslan er partvíst lamin, verða allar vinnur í landinum raktar, tí starvsfólk sleppa illa til og frá arbeiði, skrivar France 24. Men tað eru ikki meira enn knapt fýra ár síðani, at nýggi terminalurin á Vága Floghavn varð tikin í nýtslu. Og longu nú hevur nýggi stjórin ætlanir um at byggja út. Eg vænti í øllum førum, at ein verkætlan, sum kemur at fylla nógv, er terminalurin, og at hann má byggjast út. Tað trúgvi eg í øllum førum er nakað, sum, eg við vissu kann vísa á, kemur at merkjast, sigur nýggi stjórin á Vága Floghavn. Orsøkin til nýggja terminalin er, at ferðavinnan í Føroyum veksur skjótt, og nýggi stjórin er tískil bangin fyri, at terminalurin, sum var tikin í nýtslu í 2014, fer at gerast ov lítil. Ferðavinnan veksur øgiliga skjótt, tað gongur øgiliga skjótt, og tað má ikki vera soleiðis, at flogvøllurin gerst ov lítil, sigur hon. Gudny Langgaard leggur aftrat, at tað er trupult at siga, júst nær terminalurin á Vága Floghavn verður ov lítil, men at hon hevur ætlanir um, at støddin á terminalinum fylgir við vaksandi ferðavinnuni í Føroyum. Ein onnur broyting á Vága Floghavn seinasta árið er, at vit hava fingið eitt flogfelag afturat. SAS byrjaði at flúgva til Føroya fyri einum ári síðani. Føroyaflúgvingin hjá SAS hevur viðført størri kapping og sostatt bíligari ferðaseðlar. Nýggi stjórin á Vága Floghavn sigur, at um áhugi er hjá fleiri flogfeløgum at koma hendan vegin, er hon opin fyri samstarvi. Men Gudny Langgaard sigur tó, at hon ikki fer at arbeiða miðvíst fyri at fáa fleiri flogfeløg hendan vegin. Eingin ivi er um, at tað er Russland, sum framdi atsóknina móti fyrrverandi russiska njósnaranum og dóttir hansara í bretska býnum Salisbury. Vit hava fingið vitan gjøgnum tær keldur, sum vit hava. Og eingin onnur frágreiðing kann vera, enn at tað er Russland, sum hevur ein fingur við í spælinum, sigur Lars Løkke Rasmussen. Tað er óreingiligt. Tað er eisini tann niðurstøðan, sum eg saman við mínum starvsfeløgum kom til á ES toppfundinum, sum vit høvdu fyri páskir, sigur hann. Russland hevur støðugt noktað fyri at hava nakran leiklut í eiturálopinum í Bretlandi, sum hevur gjørt støðuna millum Russland og mong vestanlond serstakliga spenta seinastu vikurnar. Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, fyrrverandi løgmaður, sum ávarar ímóti at gera sum okkara grannalond at fordøma Russland og at geva russum skyldina fyri eituálopið í enska býnum Salisbury. Hendrik Egholm, samtaksstjóri í Magn, sigur, at SEV megnar ikki einsamalt at framleiða grøna orku, til tess at røkka málinum í 2030, og tí má elveitingarlógin broytast. Bæði flokkar í samgongu og andstøðu hava fríggjað til Magna Laksafoss, síðani hann boðaði frá, at hann hevur tikið seg úr Sambandsflokkinum. Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, sigur, at hann vónar ikki, at Magni Laksafoss fer at hjálpa samgonguni í fleiri málum, sum enn liggja í nevnd. Samanumtikið meti eg, at afturlatin uppboðssøla er ein rættvís skipan, har øll kappast á jøvnum føti. Harnæst verður keypið avgreitt eins fyri øll. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, heldur fast um sína ætlan at bjóða út fiskirættindi á afturlatnari uppboðssølu. Hann hevur svarað Bill Justinussen, løgtingsmanni, sum spurdi um afturlatnu uppboðssøluna. Uppskotið um kunngerð hevur verið til hoyringar, men endalig niðurstøða er ikki løgd í málið. Fyribils niðurstøðan er millum annað bygd á royndirnar frá afturlatnu uppboðssølunum í 2016 og 2017. Í afturlatnari uppboðssølu verður gjørligt at koma við fimm boðum. Keypari kann leggja eitt boð inn, sum fevnir um ein kiloprís til eina ásetta nøgd í kilo. Kemur keypari við fimm boðum, hevur hvørt boðið ein kiloprís og eina nøgd í kilo. Hetta merkir, at keyparin kann bjóða høgan prís til ávísa kilonøgd og harnæst bjóða upp á størri nøgdir við lækkandi prísi. Tilboðini verða raðfest við lækkandi eindarprísi, til øll útbjóðaða nøgdin er seld. Tilboðið, sum hevði lægsta eindarprísin av teimum tilboðum, sum komu upp í part, ásetir eindarprísin, sum øll skula rinda. Hann sigur, at vanligt er at brúka afturlatna uppboðssølu, har kappingin er avmarkað, tí ein sterkur keypari kann bjóða veikari kappingarneytarnar út í eini opnari uppboðssølu. Tað ber framvegis ikki til at siga við vissu, hvar nervagassið av slagnum novichok , sum 4. mars varð brúkt til at eitra ein fyrrverandi russiskan njósnara og dóttir hansara, varð framleitt. Tað sigur Gary Aitkenhead, leiðari fyri granskingarstovnin hjá bretsku hermegini, Defence Science and Technology Laboratory í Porton Down, við Sky News. Sambært Gary Aitkenhead ber til at staðfesta, at talan var um nervagassið av slagnum novichok , og at hetta er av hernaðarligum uppruna. Vit hava ikki eyðmerkt neyvu kelduna, men hava givið okkara vísindaligu vitan víðari til bretsku stjórnina, sum hevur brúkt nógvar aðrar keldur til at gera sínar niðurstøðu, sigur Gary Aitkenhead. Sambært leiðaranum fyri granskingarstovnin er sera krevjandi at framleiða hetta slagið av nervagassi, sum gamla Sovjetsamveldið fyrstu ferð menti í endanum av kalda krígnum. Russiska stjórnin hevur fleiri ferðir staðiliga víst aftur, at Russland stendur aftanfyri atsóknina móti 66 ára gamla, fyrrverandi njósnaranum Sergej Skripal og 33 ára gomlu dóttir hansara Juliu, sum vórðu eitrað í bretska býnum Salisbury hin 4. mars. Russiski forsetin, Vladimir Putin, segði við fjølmiðlar í gjárkvøldi, at tørvur er á einari neyvari kanning av atsóknini í Salisbury, og Russland skal vera við í hesum kanningararbeiði. USA hevur tørv á effektivum amboðum at basa royndunum hjá Kina at stjala amerikanska tøkni og virði, sigur talsmaðurin fyri amerikanska haldilsmálaráðið, Robert Lighthizer. Amerikanska stigið kemur dagin eftir, at Kina legði toll á eina røð á vørur úr USA. Tann kinesiska avgerðin var aftursvar til amerikanska tollin á stál og aluminium úr Kina. Nú ávarar kineska handilsmálaráðið um nýggj átøk móti USA, og tað í líknandi stødd og tyngd sum nýggjasta, amerikanska stigið móti Kina. Frank Bainima rama sigur við BBC, at ein ræðandi tíð við ógvusligum veðri nú valdar á Fiji, og at okkurt má og skal gerast við støðuna. Um vikuskiftið doyðu fýra fólk í melduródn og vatnflóð, sum herjaði. Í 2016 doyðu 44 fólk í ódnarveðri, sum eisini oyðilegði ein triðing av landsins búskaparligu framleiðslu. Vit eru næstan í støðugum vanda av hesum ógvusligu veðurtilburðunum, sigur forsætisráðharrin og vísir á, at veðurlagsbroytingarnar eru sum bensin á bálið. Vit mugu fáa boðskapin út til allan heimin um, at tað er alneyðugt, at vit gera nakað munagott við hesa kreppuna, sigur hann við BBC. Antonio Guterres vísti á nýggjar uppgerðir frá Heimsveðurlagsstovninum hjá ST, Heimsbankanum og Altjóða Orkustovninum, og segði, at dáturnar eiga at vekja serstakliga stóra stúran. ST hevur ætlanir um at halda nýggjan veðurlagstoppfund næsta ár fyri at fáa heimsins leiðarar at seta sær størri mál um at skerja útlátini av veðurlagsgassum. Men veruleikin er, at sera fá lond eru nær námind teimum málum, sum sett vóru í Paris sáttmálanum frá 2015. Meg lystir at vita, hvussu mangir ávaringarlúðrar afturat skulu ljóða, fyrr enn heimurin vaknar og tekur við avbjóðingunum, segði Antonio Gutteres, ST aðal skrivari. Sermitsiaq skrivar, at ein triðingur av 476 yvirmonnum hjá Royal Greenland skulu pensjonerast í 2030, og sambært hagstovuni í Grønlandi eru bara sjey maskinmeistarar og seks maskinistar útbúnir í og uttan fyri Grønland í tíðarskeiðinum frá 2003 til 2015. Tølini fyri útbúnar skiparar eru heldur ikki nøktandi, sigur Royal Greenland, sum hevur sent grønlendska Fiskimálaráðnum eina frágreiðing um trupulleikan. Tá ein er útbúgvin skipari, stýrimaður ella maskinmeistari, so merkir tað ikki, at ein kann fara beint í hesi størvini, tí sjóvinnubræv og onnur sertifikat eru kravd fyri at lúka krøvini tildømis at sigla í altjóða sjógvi, stendur í frágreiðingini. Støðan er tí, sambært Royal Greenland, at flotin næstu 5 15 árini stendur fyri stórari útskifting, og at neyðug orka at nøkta tørvin ikki er í Grønlandi. Tá neyðuga arbeiðsmegin ikki finst, samstundis sum manningarkunngerðin verður dagførd, so fáa reiðaríini torførar fortreytir at virka undir, sigur Royal Greenland, sum eisini fílist á, at myndugleikarnir ikki gera nóg mikið, tá tað snýr seg um sjóvinnuútbúgvingar. Í Grønlandi hava vit ein skipara og siglingarskúla. Men okkum tørvar eisini maskinskúla og útbúgvingar í fiskivinnutøkni, um Grønland skal kunna vera sjálvbjargið við útbúnari arbeiðsmegi til sjógvin, stendur í frágreiðingini, sambært Sermitsiaq. Heiðrikur á Heygum fekk listaflog stuðulin hjá Atlantic Airways í ár. Listaflog er ein stuðulsskipan hjá Atlantic Airways, sum varð sett á stovn í 2016. Upphæddin á listaflog stuðlinum er 100.000 krónur, sum Heiðrikur á Heygum fer at brúka til verkætlanina hjá sær við KATA. Verkætlanin er ein video installatión, sum verðu víst fram í Det Nordatlantiske Fyr í Hanstholm í Danmark í oktober, og síðani verður framsýningin víst í Føroyum. KATA fer at gera tónleik til installatiónina. Heiðrikur á Heygum fer at lýsa Føroyar sum eina øðrvísi, livandi veru, samstundis sum hann fer at lýsa Føroyar frá einari kvinnuligari síðu. Hann heldur tað vera ógvuliga áhugavert at lýsa, hvat ein føroysk kvinna er, og hvat tær hava verið í gjøgnum, tí ofta er tað tað mannliga, sum verður lýst. Tá Føroyar verða lýstar, er kvinnan ofta ikki egin, men antin veittrar hon manninum farvæl ella bíðar hon eftir manninum, sigur Heiðrikur á Heygum, sum vil lýsa, hvussu vakrar, eymar, sterkar og djarvar Føroyar eru, um tær verða lýstar frá einari kvinnuligari síðu. Stovnurin kallast OPCW, og har hevur Russland eisini limaskap. OPCW kannar eisini álopið og skal gera niðurstøðu í málinum. Sambært BBC er tað Russland, sum hevur biðið um skundfundin, tí Russland verður lagt undir at hava lagt atsóknina tilrættis. Russland noktar at hava havt nakað við atsóknina at gera og krevur, at Bretland lovar teimum at síggja prógvini í málinum. Men bretska uttanríkisráðið kallar fundin fyri eina roynd hjá russum at órógva arbeiðið hjá OPCW, nú stovnurin skal gera sína niðurstøðu um atsóknina í Salisbury. Eingin áseting er í kemisku vápnakonventiónini, sum krevur, at eitt offur fyri kemiskum vápnaálopi skal gera felags kanningararbeiði saman við tí, sum mest sannlíkt hevur framt illgerðina, sigur ein talsmaður við BBC. Í gjár segði leiðarin fyri granskingarstovnin hjá bretsku hermegini við Sky News, at teirra kanningar hava víst, at talan var um nervaeiturið novichok, og at sannlíkt er, at ein sokallaður statsligur aktørur hevur fingið tað til vega. Men lagt varð afturat, at tað ikki var teirra uppgáva at staðfesta, hvaðani eitrið stavar, og at teirra stovnur ikki kann siga, at tað var Russland, sum hevði ábyrgdina. Leiðarin fyri granskingarstovnin segði eisini, at tey høvdu latið bretsku stjórnini síni kanningarúrslit, men at stjórnin hevur atgongd til fregnarupplýsingar, sum teirra stovnur ikki hevur. Tí byggir niðurstøðan hjá bretsku stjórnini eisini á onnur úrslit, segði Gary Aitkenhead við Sky News. Bretska stjórnin sigur, sambært BBC, tað sama at saman við øðrum fregnarupplýsingum, heldur stjórnin, at Russland hevur ábyrgdina av atsóknini. OPCW hevur ikki heimild at áleggja skuld, men kann biðja Kreml um at tryggja teirra inspektørum atgongd fyri at tryggja, at allar kemiskar vápnagoymslur hjá fyrrverandi Sovjettsamveldinum í roynd og veru eru fyribeindar. Síðst í juni byrjar langa ferðin til París. Team Rynkeby er eitt altjóða vælgerandi súkklulið, sum á hvørjum ári súkklar til París fyri at savna inn pening til børn við lívshættisligum sjúkum og familjur teirra. Í 2018 er liðið samansett av 1.900 súkklarum og 450 hjálparum, deild út á 44 lokal lið í Føroyum, Danmark, Svøríki, Finnlandi, Íslandi og Noreg. Sysla Offshore skrivar , at óvissa er, men vísa ávísar fortreytir seg at vera galdandi, so kann talan vera í sera týðandi mongdir í norskum høpi. Vísir tað seg, at nøgdirnar eru sum mest í okkara meting, so kann hetta vera ein tann størsta nøgdin, sum funnin er í Norðurhavi seinastu árini, sigur Eldbjørg Vaage Melberg frá norska Oljudirektorarinum. Bæði úrslitini eru betri, enn vit høvdu væntað frammanundan, og hetta styrkir okkara støðu, sum longu er góð í Norðurhavi, sigur Helge hammer, stjóri í Faroe Petroleum í Norra, sambært Sysla Offshore. Býarskipanarnevndin hjá landinum mælir til, at serstaka byggisamtyktin á Skála verður samtykt, so skipasmiðjan Mest kann byggja eina 40 metra høll yvir turrdokkina. Býráðið í Runavik samtykti fyrst í oktober í fjør at taka undir við tilmælinum frá meirilutanum í Byggi og býarskipanarnevndini hjá býráðnum um at broyta byggisamtyktina. Uppskotið um at broyta byggisamtyktina varð síðani saman við mótmælunum sent Býarskipanarnevnd landsins, sum ger tilmæli til landsstýriskvinnuna í kommunumálum, Sirið Stenberg. Nevndin tekur undir við teimum, sum mótmæla, at myndirnar, sum hava ligið frammi, ikki til fulnar vísa røttu myndina av høllini, ætlanin er at byggja. Harafturat fær ein høll jaliga ávirkan á bygdina. Arbeiðsumstøðurnar í turrdokkini batna nógv og dálkandi útlát kann minka, sigur nevndin. Í fráboðan um keypið sigur felagið, at tað hevur keypt part í Faroe Petroleum við framtíðini í huga. Faroe Petroleum hevur málrættað sítt virksemi til leiting í Noreg og Bretlandi. Og tað var eisini í morgun, at Faroe Petroleum boðaði frá, at tey og teirra samstarvsfelagar hava funnið gass í Iris og Hades brunnunum í Norðurhavi. Hetta kann vera ein tann størsta nøgdin, sum funnin er í Norðurhavi seinastu árini, sigur Eldbjørg Vaage Melberg frá norska Oljudirektorarinum. Bæði úrslitini eru betri, enn vit høvdu væntað frammanundan, og hetta styrkir okkara støðu, sum longu ER góð í Norðurhavi, sigur Helge hammer, stjóri í Faroe Petroleum í Norra, sambært Sysla Offshore. Í 2012 var bygningurin í Svínoy, sum skuldi brúkast sum sambýli, innilokaður. Kommunan hevur síðani gjørt bygningin heilt lidnan, so nú manglar bygningurin bert innbúgv. Ætlanin var, at bygningurin skuldi brúkast sum sambýli, sum skuldi geva bygdini lív og arbeiðspláss. Men tað skal hann ikki, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, sum Svínoy er partur av. Jógvan Skorheim leggur afturat, at sambært Norðoyar bú og heimatænastu kann bygningurin ikki nýtast til sambýli. Orsøkin er, at tað er torført at fáa starvsfólk, og at sambýli skulu hava lætta atgongd til sjúkrahús. Ætlanin var annars at bygningurin skuldi vera eitt sambýli, sum fyrst og fremst skuldi geva bygdini lív, og mett var, at sambýlið fór at geva bygdini eini 10 15 arbeiðspláss. Tað er treytaleyst krav, at Russland skal svara rímiligu spurningunum, sum bretska stjórnin hevur sett fram, og at Russland samstarvar við altjóða eftirlitsstovnin og gevur honum fulla atgongd til alt, skrivar The Guardian um krøvini frá ES londunum. Russland hevur boðað frá, at ongar royndir av nervaeiturinum verða góðtiknar, um teirra egnu serfrøðingar ikki eisini sleppa at kanna royndirnar sjálvstøðugt. Men bretska Uttanríkisráðið sigur, at hetta er ein roynd hjá russum at órógva arbeiðið hjá OPCW, nú stovnurin skal gera sína egnu og óheftu niðurstøðu um atsóknina í Salisbury. Russar hava eisini skotið upp, at bretar og russar í felag kanna, hvat hendi í Salisbury 4. mars. Men ikki talingur um, sigur bretska stjórnin. Eingin áseting er í kemisku vápnakonventiónini, sum krevur, at eitt offur fyri kemiskum vápnaálopi skal gera felags kanningararbeiði saman við tí, sum mest sannlíkt hevur framt illgerðina, sigur ein talsmaður fyri bretsku stjórnina við BBC. Í gjár segði leiðarin fyri granskingarstovnin hjá bretsku hermegini við Sky News, at teirra kanningar hava víst, at talan var um nervaeiturið novichok, og at sannlíkt er, at ein sokallaður statsligur aktørur hevur fingið tað til vega. Men lagt varð afturat, at tað ikki var teirra uppgáva at staðfesta, hvaðani eiturið stavar, og at teirra stovnur ikki kann siga, at tað var Russland, sum hevði ábyrgdina. Leiðarin fyri granskingarstovnin segði eisini, at tey høvdu latið bretsku stjórnini síni kanningarúrslit, men at stjórnin hevur atgongd til fregnarupplýsingar, sum teirra stovnur ikki hevur. Tí byggir niðurstøðan hjá bretsku stjórnini eisini á onnur úrslit, segði Gary Aitkenhead við Sky News. Bretska stjórnin sigur, sambært BBC, tað sama at saman við øðrum fregnarupplýsingum, heldur stjórnin, at Russland hevur ábyrgdina av atsóknini. OPCW hevur ikki heimild at áleggja skuld, men kann krevja av Kreml, at teirra inspektørar sleppa at kanna, at allar kemiskar vápnagoymslur hjá fyrrverandi Sovjettsamveldinum í roynd og veru eru fyribeindar. Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, ávarar ímóti, at Føroyar ganga egnar leiðir í málinum um kemiska álopið í Bretlandi og ikki stuðla demokratisku vestanlondunum, sum fordøma Russland fyri illgerðina. Kaj Leo Holm Johannesen, tingmaður, sigur hinvegin, at vit ikki kunnu loyva okkum at geva Russlandi skyldina fyri nakað, sum vit einki vita um. Nógv av grannalondunum rundan um okkum fordøma Russland og siga, at tað er Russland, sum hevur ábyrgdina av, at fyrrverandi russiski njósnarin, Sergei Skripal, og dóttir hansara, Julia, vórðu eitrað. Í yvirlýsingini verður sagt, at hetta er brot á altjóða reglur og sáttmálan um kemisk vápn. Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkismálum, og Kaj Leo Holm Johannsen, tinglimir fyri Sambandsflokkin, hava sáað iva um ákæruna, sum Russland hevur fingið um eiturálop. Vit hava ikki havt nakað útistandandi við Russland, so eg haldi, vit skulu passa øgiliga væl upp á. Vit mugu sum eitt siviliserað samfelag kunna biða um at fáa nøkur prógv á borðið, áðrenn vit heingja ein av okkara størstu handilspartnarum út, sigur Kaj Leo Holm Johannesen millum annað. Sjúrður Skaale, fólkatingslimir, er grundleggjandi ósamdur. Hann heldur, at prógvini eru nóg góð, og at vit eins og grannalondini eiga at tala at. Tá ið yvir 20 stjórnir reagera við at útvísa russiskar diplomatar, sum er størsta útvísingin av russiskum diplomatum nakrantíð í søguni, tá 20 stjórnir gera tað, so er tað ikki uttan prógv, sigur Sjúrður Skaale um próvførsluna í kjalarvørinum av eiturálopinum. Um hesi londini vita so nógv, at tey kunnu taka eina støðu, so mugu tey geva hesa vitanina til okkara landsstýrismann í uttanríkismálum, soleiðis at vit ikki skulu sita her sum eitt blint ferðafólk úti í Norðatlantinum, sigur hann í kjakinum við Sjúrð Skaale. Nógv av grannalondunum rundan um okkum fordøma Russland, og siga, at tað er Russland, sum hevur ábyrgdina av, at fyrrverandi russiski njósnarin, Sergei Skripal, og dóttir hansara, Julia, vóru eitrað. Í yvirlýsingini verður sagt, at hetta er brot á altjóða reglur og sáttmálan um kemisk vápn. Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, ávarar ímóti, at Føroyar ganga egnar leiðir í málinum um kemiska álopið í Bretlandi og ikki stuðla demokratisku vestanlondunum, sum fordøma Russland fyri illgerðina. Kaj Leo Holm Johannesen, tingmaður sigur hinvegin, at vit ikki kunnu loyva okkum at geva Russlandi skyldina fyri nakað, sum vit einki vita um. Avbjóðingin við teimum umleið 20 søvnunum kring landið er, at tey flestu hava sjáldan opið, og bert ella tvey av bygdasøvnunum kunnu sigast at vera professionel við fakfólki í starvi. Tú skalt varðveita fólkini, sum gera tað av eldhuga men tú hevur eisini tørv á, at fáa viðurskiftini í meira skipaðar karmar, sigur Jóhan Pauli Helgason, fulltrúi í Uttanríkis og Vinnumálum og skrivari í bólkinum, sum skrivaði álitið. Brævið fekk hon frá einum russiskum admirali, sum vitjaði undir Seinna Heimsbardaga í Sørvági í privathúsum, har bretskur heryvirmaður helt til. Sum liður í yvirtøkuni av familju og arvarætti er ein nýggj ættleiðingarlóg smíðað, og hon staðfestir millum annað, at pør sum ikki eru gift kunnu ættleiða. Harafturat er tað greitt, gift pør av sama kyni, rættarliga eru stillað sum hinskynd gift pør og tað merkir, at tey kunnu ættleiða, sum pør. Tað er fallið fleiri tinglimum fyri brósti. Eitt nú Jógvan á Lakjuni, tinglimur fyri Fólkaflokkin, staðfesti, at hann principielt er ímóti at samlivandi ógift pør og samkynd hjún kunnu ættleiða. Eisini Jenis av Rana, sum er limur í trivnaðarnevndini, sum hevur málið til viðgerðar í løtuni, hevðist at lógini og metir, at tað er í andsøgn við, at lógin staðfestir, at ættleiðingin skal vera fyri barnsins besta. Eisini Kaj Leo Holm Johannesen frá Sambandsflokkinum nýtti høvi at staðfesta, at hann heldur at hjúnarbandi er fyri mann og kvinnu og til eitt barn hoyrir ein mamma og ein pápi ella ein mamma bara ella ein pápi bara. Harafturat metir hann hjúnarlag millum pør av sama kyni í Føroyum at vera mest at rokna sum skrásett parlag, tí løgtingið júst hevur samtykt ikki at loyva teimum at giftast í kirkju. Landsstýriskvinnan Sirið Stenberg segði hinvegin, at tað at loyva ógiftum pørum at ættleiða tryggjar barninum betri rættindi, tí tað fær tvey juridisk foreldur heldur enn eitt, tí støk hava loyvi at ættleiða í dag eisini um tey eru samkynd. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, hevur sett saman ein arbeiðsbólk, ið er samansettur av fleiri pørtum, ið hava áhugamál á orkuøkinum. Talan er bæði um almenn og vinnulig áhugamál. Endamálið hjá arbeiðsbólkinum er at gera tilmælir um átøk, ið eru neyðug at fremja, um málið um 100 grøna orku á landi í 2030 skal náast. Arbeiðsbólkurin skal verða liðugur við arbeiðið í næstum og handa landsstýriskvinnuni eitt tilmæli. Tað er møguligt, at ein broyting í elveitingarlógini verður tilmælt, men tað tekur landsstýriskvinnan ikki støðu til, fyrr enn tilmælið er latið inn og lagt fram. Eftir ætlan verður tað í heyst. Tað er longu staðfest í elveitingarlógini, at nýggj átøk skulu bjóðast út, og har hava fyritøkur og onnur møguleika at luttaka. Tað verður eisini tørvur á hesum, um málið um grøna orku á landi í 2030 skal klárast, staðfestir Sirið Stenberg. Eg haldi at vit altíð skulu hava foreldrini tætt at fólkaskúlanum, og eru tað lærugreinar, sum kom ov tætt at tí rættinum, sum foreldur hava at ala síni børn upp og leggja sína heimsmynd í, so skal man vera varðin, sigur Bill Justinussen Við hesum uppskotin haldi eg, at man traðkar inn um. Tí tað eru nøkur foreldur, sum ikki ynskja, at teirra børn luttaka í undirvísingini um føroyskan dans og tað er okkara uppgáva at virða tað sjónarmiðið, sigur Bill Justinussen. Um man vildi, at foreldur skuldi avgjørt, hvat skulin skuldi undirvíst í og ikki, so haldi eg at tað skuldi verið meiri gjøgnumgangandi, sigur Jónleif. Sum nú er, er tað bara føroyskur dansur, sum evni, har foreldur kunnu biða um undantaksloyvið. Fyri kristni er hetta eisini galdandi, men tann lærugreinin kemur undir mannarættindini og ST. Eg haldi, at tað er løgið, at bert føroysku dansur, sum evnið, skal fáa eina sersatøðu, sigur Jónleif Johannesen. Eg haldi at føroyskur dansur skal verða javnstillað, sum undirvísingarevnið, undir metan í fólkaskúlanum, sigur Jónleif Johannesen. Jóhann Mortensen settu teimum báðum stevnu í Løgtinginum, um foreldur at skúlabørnum, skulu hava møguleika fyri at taka børn síni úr tímunum, tá børnini læra kvæði og at dansa føroyskan dans. SEV megnar at lyfta uppgávuna um at Føroyar einans skulu nýta grøna orku á landi í 2030, men kapping um at framleiða streym er kærkomin stjórin á SEV, Hákun Djurhuus. Tað hevur týdning sambært Hákuni Djurhuus, tí tað verður avgerandi fyri at røkka málinum um grøna orku í 2030, at føroysku brúkarar leggja um frá olju til varandi orkukeldur. Hendrik Egholm segði í gjár, at tað var týdningarmikið, at onnur eisini sluppu framat at framleiða streym inn á føroyska netið, tí um allur orkutørvur á landið skuldi verða grønur í 2030, so kundi SEV einsamalt ikki lyfta uppgávuna. Tí var tørvur á at hava eina opnari elveitingarlóg, so tað gjørdist lættari hjá øðrum at sleppa framat og harvið fáa størri ferð á. Hákun Djurhuus sigur eisini, at tað er ikki neyðugt við eini broyting í elveitingarlógini fyri at fáa kapping á føroyska marknaðinum. Hendrik Egholm segði eisini í gjár, at við eini øktari kapping, fæst eisini ein betri prísur fyri føroyska brúkaran. Heldur ikki hesum er Hákun Djurhuus heilt samdur í. Meðan samgongan í Føroyum arbeiðir við eini stjórnarskipan, so hava grønlendarar fyri fyrstu ferð fingið ráðharra í sjálvsstýrismálum. Í bókini hjá danska tíðindamannininum, Martin Breum, sum hevur heitið Hvis Grønland river sig løs , sigur millum annað forkvinnan í danska javnaðarflokkinum, Mette Frederikssen, at hon er opin fyri, at Grønland og Føroyar loysa frá Danmark. Eisini danski sendiharrin í India, Peter Taksøe Jensen, sum fyrr hevur starvast í danska uttanríkisráðnum, mælir til, at ríkisfelagsskapurin verður umskipaður. Meira ítøkiliga sigur Peter Taksøe Jensen, at vit áttu at umskipa ríkisfelagsskapin soleiðis, at Danmark, Føroyar og Grønland verða javnsett. Hetta merkir, at Grønland og Føroyar kunnu yvirtaka øll málsøki, sum teimum lystir, og samstundis fáa limaskap í felagsskapum so sum ST. Tey trý londini, Danmark, Føroyar og Grønland, eru tó felags um nøkur viðurskifti so sum kongshúsið, gjaldoyra, verju og annað, sum kundi havt áhuga. Eitt er at seta nøkur orð á, hvussu ríkisfelagsskapurin kann umskipast. Eitt heilt annað er ítøkilig gerð. Spurningurin er tí, um vit fara at síggja nakrar ítøkiligar broytingar í ríkisfelagsskapinum komandi árini. Martin Breum sigur, at hann væntar ikki, at Grønland ella Føroyar fara at loysa innan fá ár. Men hann leggur dent á, at líkindini fyri at ríkisfelagsskapurin verður umskipaður eru góð. Tann evangeliska lutherska fólkakirkjan er nógv tann størsta trúarrørslan í Føroyum og umboðar næstan 80 av øllum føroyingum. Men hóast almenna fólkakirkjan hevur eitt niðurskrivað trúargrundarlag, so finnast fleiri ósemjur í kirkjuni bæði í mun til aktuellar samfelagsligar spurningar og í mun til tíðarleysar læruspurningar. Summir prestar umboða eina liberala gudfrøði aðrir eina konservativa gudfrøði. Sendingin varpar ljós á internu mótsetningarnar og fjølbroytnið í føroysku fólkakirkjuni. Vit vitja eisini Humanistafelag Føroya, sum heldur tað vera skeivt, at landið stuðlar eini ávísari trúarrørslu fram um allar aðrar trúarrørslur í Føroyum. Tað segði Recep Erdogan, forseti í Turkalandi, á tíðindafundi eftir tingingar í dag við russiska og iranska forsetan, Vladimir Putin og Hassan Rouhani. Teir tríggir hildu fund í Ankara um støðuna í Sýria, har øll trý londini hava stór seráhugamál. Í eini felags yvirlýsing eftir fundin stendur, at Turkaland, Russland og Iran vilja streingja á at fáa varandi vápnahvíld í Sýria, og at londini vilja samstarva um at fáa frið í lag. Iran og Russland, sum stuðla Bashar al Assad, forseta í Sýria, og Turkaland, sum ikki vil hava kurdarnar at fáa fast fótafesti í Sýria, hava verið í tøttum sambandi síðani síðsta ár. Vladimir Putin kom til Turkalands í gjár, og tá var hann saman við Erdogan á hátíðarhaldi í sambandi við, at Russland er farið undir at byggja fyrsta kjarnorkuverkið í Turkalandi. Í USA er ørkymlan um, hvønn leiklut amerikanski herurin nú skal hava í Sýria. Donald Trump, forseti skakaði skírisdag bæði sítt egna UIttanríkisráð, Nationala Trygdarráðið og Pentagon, tá hann brádliga segði, at USA skuldi taka seg aftur og herdeildirnar koma heim. Latið hini fólkini taka sær av hesum nú, segði Trump, øvugt av ráðunum hjá frákoyrda uttanríkisráðharranum, Rex Tillerson og nationala trygdarráðgevanum McMaster. Ovastin fyri amerikansku herdeildirnar, Joseph Votel, generalur, segði hinvegin í gjár, at tørvur enn er á amerikanska herinum í Sýria. Torføra uppgávan er fyri framman, og tað er at fáa støðufesti í hesi økini, at halda okkara støðu, at fáa flýdd fólk heimaftur, at byggja bygdir og býir uppaftur. Herurin hevur ein leiklut her serliga fyri at fáa støðufesti í aftur, segði amerikanski generalurin í gjár sambært bretska blaðnum, The Guardian. Andstøðan hevur skuldsett Ernest Bai Korom og ACP fyri mutur og vánaliga leiðslu, og tað hevur Julius Maada Bio lovað at berja niður. 53 ára gamli Bio er penjoneraður hernaðarleiðari. Í 1992 var hann við í hernaðarkvetti, og frá januar 1996 og tveir mánaðir fram var hann leiðari fyri hernaðarjuntuni, sum stýrdi landinum. Sjey miljónir fólk búgva í vesturafrikanska landinum, og hóast tað er ríkt av mineralum og gimsteinum, so er tað eitt av heimsins fátækastu londum. Á listanum hjá felagsskapinum Transparency Internationel, liggur Sierra Leone á 130 inda plássi av 180 londum. Almenna úrslitið frá valinum leygardagin hevur verið seinkað, tí ósemja hevur verið um, hvør skipan skuldi brúkast til uppteljingina. Tað merkti, at atkvøðuseðlar frá 11.000 valstøðum ikki vóru upptaldir. Serligi amerikanski kanningarleiðarin, Robert Mueller, hevur skuldsett fyritøkuna fyri at hava roynt at ávirka forsetavalið í 2016. IRA hevur ferð eftir ferð brúkt fløkt netverk av følskum kontum fyri at svika og manipulera fólk, sum brúka Facebook, bæði áðrenn, undir og eftir amerikanska forsetavalið í 2016. Tað er grundin til, at vit ikki vilja hava tey á facebook, sigur Alex Stamos, trygdarovasti hjá Facebook í almennari fráboðan. Konturnar hjá IRA keyptu eisini lýsingar á Facebook í eini roynd at vaksa um útbreiðsluna av sínum boðskapum, sum fevndu um altjóða politikk til russiska mentan og ferðavinnu. Al Jazeera skrivar, at í rættarskjølunum stendur, at teir framdu kunningar kríggj móti USA við følskum amerikanskum profilum á sosialum miðlum og á øðrum miðlum á internetinum. Mark Zuckerberg, ovasti í Facebook, skal annars vitna í amerikansku vinnunevndini í Umboðsmannatinginum 11. apríl um persónsdátur, og hvussu tær verða vardar. Facebook hevur verið fyri stórum atfinningum, eftir at tað kom fram, at greiningarfyritøkan Cambridge Analytica av órøttum hevði tikið persónsdátur frá eini 50 milliónum facebookbrúkarum. Serligar støður kunnu tó krevja serligar loysnir, og verandi undirsjóvartunlar eru góð dømi um hetta, sigur Henrik Old í brævi til Rættarnevndina hjá løgtinginum. Í langtíðarløguætlanini hjá landsstýrinum eru settar av 50 milliónir krónur í 2022 og 100 milliónir krónur í 2023 til tunlarnar norður um Fjall. Men verkætlanin er longu klár at bjóða út. Sambært lógaruppskotinum hjá tingfólkum í Fólkaflokkinum. Miðflokkinum og Sambandsflokkinum skal P f Norðoyatunnilin gjalda 80 milliónir og landið 280 milliónir fyri tunlarnar norður um Fjall. Tí tað er bæði avbjóðandi at fáa nýggjar tunlar raðfestar í langtíðarløguætlanini og fáa teir gjørdar skjótast gjørligt samsvarandi áleikandi tørvinum. Um tey, sum brúka Norðoyatunnilin, fegin vilja gjalda fyri at gera tunlar í nærumhvørvinum, er tað áhugavert og eigur at verða eftirkannað, sigur Henrik Old. Í fyrsta innslagi verður hugt nærri at ferðaálitinum í fjør, har mælt varð til, at bygdasøvnini kring landið mugu professionaliserast. Triðja innslag er rundferð í Krígssavninum í Miðvági, sum hevur nógvar forvitnisligar lutir. Eitt nú eitt gamalt bræv frá einum russiskum admirali, sum hevði loyniligan fund í Sørvági. Trump hevur seintastu vikuna ilskast um eina mótmælisgongu, har góð túsund miðamerikonsk mótmælisfólk eru á veg móti markinum millum Meksiko og USA. Kirstjen Nielsen, ráðharri fyri innlendistrygd, sigur, at hon hevur tosað við guvernørar í útsynnings USA, har amerikonsku herdeildirnar verða sendar til, og at møguliga koma deildirnar longu mikudagin í næstu viku. Vit síggja framhaldandi ólóglig rúsevni, vandamikil harkalið, sum virka báðumegin markið og ólógliga tilflyting tvørtur um landamarkið her, sigur Kirstjen Nielsen, sum fyrr hevur sitið í ovastu leiðsluni í Hvítu húsunum. Í februar í fjør vóru 23.000 ólógligir tilflytarar tiknir, meðan í februar árið fyri vórðu 38.000 handtiknir. Í apríl í fjør vóru 15.000 ólógligir tilflytarar handtiknir, og tað er minni enn ein triðingur samanborið við apríl árið fyri. Verður fyrrverandi forsetin í Suðurkorea, Park Geun hye, funnin sek í at hava framt umfatandi mutur, kann hon verða dømd 30 ára fongslusrevsing. 66 ára gamla, Park Geun hye, varð koyrd frá sum forseti í mars í fjør í kjalarvørrinum av gølum, sum skakaðu bæði vinnulívið og politiska landslagið í Suðurkorea. Choi Soon sil, vinkona fyrrverandi forsetan, var eisini uppi í málinum, og í februar dømdi ein rættur í Seoul hana 20 ára fongsulsrevsing. Ákæruvaldið segði, at Choi gjørdi sær dælt av valdinum hjá forsetanum at fáa sær persónligan vinning, og at hon máaði undan virðunum í grundlógini. Um vikuskiftið verður ein serlig konsert, har bólkarnir Dánjal og Afenginn fara á pall saman. Dánjal á Neystabø er í Nón, og vit tosa við hann um hansara tónleik, og hvussu tað er at vera tónleikari í Føroyum. Skulu foreldur at skúlabørnum hava møguleika fyri at taka børn síni úr tímunum, tá børnini læra kvæði og at dansa føroyskan dans Jónleif Johannesen úr Javnaðarflokkinum og Bill Justinussen úr Miðflokkinum kjakast um føroyskan dans í fólkaskúlanum. Operan Laparello hevur gingið fyri fullum húsum á Tjóðpallinum. Duritu Sumberg Poulsen, dramaturgur, og Riu Tórgarð, sjónleikari og leikstjóri, ummæla fyrstu operuna hjá Opera.fo. Føroyska bókaútsølan er størri í ár enn nakrantíð. Vit tosa við Kára Árting, formann í bókahandlarafelagnum, um úrvalið hesa ferð. Í dag hava vit eisini tvey bókaummæli til tykkara. Jógvan Isaksen ummælir søgusavnið Morgunfrúa eftir Sólruna Michelsen og 32 bagatellir eftir Katrina Ottarsdóttir. Og í klassiska horninum fara vit Bach to basic. Í sjeyti og áttatiárunum var kristindómurin álopin av kommunismu og marxismu. Men nú kemur hetta sama trýstið frá øllum teimum, sum stuðla LGBT rørsluni, og sum brúka samkynd í eini uppgerð ímóti teimum gomlu, klassisku virðunum.Tað heldur Bergur Debes Joensen, prestur í Vesturkirkjuni í Havn. Í kvøld byrjar seinna helvt av sjónvarpsrøðini Gud signi Føroyar, og tann fjórða sendingin í kvøld snýr seg um internu mótsetningarnar og ósemjurnar í føroysku fólkakirkjuni. Fimta og sætta sending verða so vístar komandi tvey hóskvøldini. Sí brotið við Bergi Debes Joensen úr fjórðu sending her. Vit vísa fjórða partin av Gud signi Føroyar í kvøld klokkan 19.20. Vit hoyra um framsýningar, konsertir, filmar og mangt annað, sum Barnafestivalurin 2018 hevur at bjóða. Vit eru í Norðurlandahúsinum. Fulltrúi í uttanríkis og vinnumálaráðnum er settur sum leiðari á nýstovnaðu menningardeildini undir Visit Faroe Islands. Eitt starv, ið hann sum embætismaður sjálvur gjørdi tilmæli um at seta á stovn. Í januar 2016 setti landsstýrismaðurin í uttanríkis og vinnumálum ein arbeiðsbólk, sum skuldi orða eina virkisætlan fyri at menna ferðavinnuna í Føroyum. Heilt ítøkiliga skuldi hesin arbeiðsbólkurin koma við tilmælum um, hvussu ferðavinnan her heima skuldi skipast. Uttanríkis og vinnumálaráðið setti Jóhan Paula Helgason úr Vinnumálaráðnum og Gunnvør Balle úr Uttanríkismálaráðnum í arbeiðsbólkin. Og umframt tey bæði vóru fýra onnur sett í arbeiðsbólkin. Eitt av mongu tilmælunum, sum hesin arbeiðsbólkurin kom við, var, at ein nýggj menningardeild skuldi setast á stovn. Og 19. januar í ár søkti Visit Faroe Islands eftir tveimum fólkum til hesa nýggju deildina. Men alt er farið rætt fram. Tað sigur Herálvur Joensen, aðalstjóri í Uttanríkis og vinnumálaráðnum, sum varðar av Visit Faroe Islands. Meðan Vladimir Putin er í stríði við vesturheimin, og grannalondini seta tiltøk í verk ímóti Russlandi, verður spurt, hvussu Føroyar sum partur av vesturheiminum eigur at fyrihalda seg til spentu støðuna. Russland er nú tað landið, sum Føroyar útflyta mest til. Tá hjúnabandslógin varð broytt á sumri í 2017, so samkynd fingu rættin til at giftast borgarliga, fegnaðist Eiler Fagraklett, talsmaður fyri LGBT Føroyar. Men samstundis var hann vónbrotin av føroysku fólkakirkjuni. Sambært Eileri gjørdu tey sær stóran ómak fyri, at kirkjan ikki skuldi blandast uppí málið, og lógaruppskotini vórðu broytt fleiri ferðir fyri at virða kirkjunnar innara sjálvræði. Men kortini blandaði kirkjan seg til tað allar seinasta, og tað var eg skuffaður yvir. Í kvøld klokkan 19.20 kemur fjórði partur í sjónvarpsrøðini Gud signi Føroyar. Sendingin snýr seg um internu ósemjurnar og mótsetningarnar í føroysku fólkakirkjuni. Sí brotið við Eileri Fagraklett her. Soleiðis sigur Lassin Isaksen, sum er dómaraleiðari í Fótbóltssambandi Føroya og hevur drúgvar royndir sum dómari í føroyska fótbóltsheiminum. Fótbóltssambandið fer næstu tveir mánaðirnar at skipa fyri ókeypis dómaraskeiðum fyri at fáa fleiri nýggjar dómarar í núverandi hópin. Í løtuni hava vit einar 80 dómarar, sum døma dystir næstan hvørt vikuskifti. Men sjálvandi kemur tað fyri, at onkur ikki kann døma ein dyst, og tá er tað, at vit mangla fólk, sigur Lassin Isaksen og heldur fram Tað hendir tíbetur sjáldan, at dystir ikki verða spældir, tí dómari manglar, men einasta orsøkin, til at tað sjáldan kemur fyri, er vælvildin frá dómarahópinum, soleiðis at onkur altíð traðkar til, sigur Lassin Isaksen. Kanningin er gjørd í samstarvi við greiningarfyritøkuna Lóður. Hon varð gjørd á sumri í 2017, og 532 tilvildarliga vald fólk ímillum 15 og 75 ár luttóku. Sum fjórði parturin í sjónvarpsrøðini Gud signi Føroyar avdúkaði, hevur ein av spurningunum til endamáls at kanna, hvussu ofta føroyingar biðja til Gud. Kanningin spurdi 41 svaraðu, at tey bóðu til Guð einaferð um dagin ella oftari. 22 svaraðu, at tey bóðu til Gud fleiri ferðir um vikuna. 13 søgdu, at tey bóðu til Gud fleiri ferðir um árið, og 20 svaraðu, at tey bóðu sjáldnari ella ongantíð. 4 søgdu seg ikki vita. Samanbera vit økini kring landið, er stórur munur á svarunum, eins og í undanfarnum sendingum. Í Norðoyggjum og Eysturoynni svara 54 , at tey biðja til Gud einaferð um dagin ella oftari. Í høvuðsstaðnum svara 29 , at tey biðja einaferð um dagin ella oftari, og í restini av landinum er hetta talið 44 . Úrslítini býtast soleiðis Tað ber ikki til, at samgongufólk í sjálvdrátti saman við andstøðuni, nærum dagliga koma við nýggjum ætlanum um at bora tunlar. Heldur hetta arbeiðslagið fram, hevur samgongan ongan livandi møguleika at halda fram. Poul Michelsen útgreinar síni sjónarmið á Rás2, har hann serliga leggur eftir Javnaðarflokkinum, har løgtingslimir hvør í sínum lagi fara í part við andstøðuni um ymsar, alternativar tunnilsætlanir, sum samgongan als ikki er samd um. Í løtuni tykist sum um Javnaðarflokkurin koyrir í fýra fimm ymiskar rætningar, sum ikki eru í tráð við avtalurnar í samgonguni, sigur Poul Michelsen við Rás2. Í samrøðuni við in.fo vísir Poul Michelsen á, at í sambandi við fiskivinnunýskipanina mátti samgongan at kalla keypa sær stuðul frá tinglimum úr Javnaðarflokkinum, fyrst og fremst teimum úr Suðuroy. Úrslitið av tí var ein fiskivinnuskipan, har tað, ið kann kallast ein nýskipan, er á lægst hugsandi stigi. Og nú í seinastuni eru tinglimir í Javnaðarflokkinum eisini farnir í part við andstøðuni um at gera tunlar ymsa staðni. Eitt nú eru bæði Heðin Mortensen og Kristin Michelsen við í einum uppskoti, saman við andstøðuni, um at knýta arbeiðið at gera ein nýggjan Fámjinstunnil upp í ætlanina at gera tann nýggja Hvalbiartunnilin. Og nú gloppar eisini Hendrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, hurðina fyri at framskunda tunlarnar Norður um Fjall. Vit hava eina greiða avtalu í samgonguni um, hvar og nær vit skulu gera teir ymsu tunlarnar, og tann avtalan skal haldast. Skal hon broytast, skal tað vera samgongan, sum semist um tað, sigur Poul Michelsen við in.fo. Í løtuni sær út til, at alt er farið upp í ein garrvillan politikk um tunlar í allar endar og kantar. Tað finni eg meg simpulthen ikki í, tí vit hava hvørki rúm ella brúk fyri slíkum, sigur Poul Michelsen. Tað sigur Mette Bock, mentamálaráðharri, sum í dag legði fram uppskotið hjá donsku stjórnini til miðlasemju fyri næstu fimm árini, tað vil siga frá 2019 til 2023. Hetta tíðarskeiðið skal játtanin til danska kringvarpið skerjast við 20 , játtanin til útvarpsstøðina Radio24syv skal skerjast við 33 og so skulu 40 av TV2 seljast. Á hinum bógnum skal serliga public service upphæddin, sum privatir miðlar kunnu søkja pengar úr, økjast úr verandi 35 milliónum upp í 220 milliónir. Tað skal, sambært mentamálaráðharranum, geva privatu miðlunum í Danmark betri møguleika at geva sítt íkast til at framleiða dansk innihald í høgari góðsku. Somuleiðis ætlar danska stjórnin at geva pláss til eina nýggja sjónvarpsrás, ið privatu miðlarnir kunnu bjóða seg fram til at røkja. Nýggja rásin skal senda mentan og fólkaupplýsing. Fjølbroytni í miðlalandslagnum hevur stóran týdning, sigur Mette Bock, sum samstundis leggur upp til at skerja danska kringvarpið munandi. Tann evangeliska lutherska fólkakirkjan er nógv tann størsta trúarrørslan í Føroyum og umboðar næstan 80 av øllum føroyingum. Men hóast almenna fólkakirkjan hevur eitt niðurskrivað trúargrundarlag, so finnast fleiri ósemjur í kirkjuni bæði í mun til aktuellar samfelagsligar spurningar og í mun til tíðarleysar læruspurningar. Summir prestar umboða eina liberala gudfrøði aðrir eina konservativa gudfrøði. Sendingin varpar ljós á internu mótsetningarnar og fjølbroytnið í føroysku fólkakirkjuni. Eisini verður vitjað hjá Humanistafelag Føroya, sum heldur tað vera skeivt, at landið stuðlar eini ávísari trúarrørslu fram um allar aðrar trúarrørslur í Føroyum. Eg havi valt at stongja Boracay. Tá tú fert á bláman luktar tað av lorti. Og hví Jú, tí at øll óhumskan rennur út í havið, segði Rodrigo Duterte herfyri við fjølmiðlar. Boracay verður í fyrstu atløgu stongd í eitt hálvt ár. Tíðina vil forsetin brúka til at rudda upp eftir ferðavinnuni, sum sambært honum hevur fullkomiliga avskeplað oynna. Bátarnir hava rokfiskiskap og fáa nógvan tosk fyri tíðina. Teir sigla við pendulferð út á fiskileið og koma fullir upp undir lúkurnar inn at landa. Men hvussu er veruliga støðan hjá botnfiskinum Tað er spurningurin, Petur Steingrund, fiskifrøðingur á Havstovuni og fiskimaðurin og reiðarin, Osmundur Justinussen, skifta orð um. Hesar seinastu dagarnar hevur verið rokfiskiskapur norðanfyri, sigur Osmundur Justinussen og leggur afturat, at fiskiskapurin hevur verið góður í ár. Bátarnir royna norðanfyri og har so nógv at fáa av toski, at teir eru noyddir at leggja stilt fyri at klára at kryvja undan, sigur Osmundur. Fiskifrøðingurin ikki bergtikin Hetta er onki at skriva heim um, sigur Petur Steingrund og vísir á, at tað er onki óvanligt í, at fiskiskapurin eftir toski er góður um várið, tá ið hann savnast norðarnfyri at gýta. Hetta er púra óvanligt, og vit skulu heilt aftur til 1983 fyri at hava okkurt at samabera við, sigur Osmundur. Hann metir, at toskastovurin er nógv betur fyri enn mett og heldur, at í dag kunnu eini 30.000 tons av toski fiskast undir Føroyum. Seinastu árini hevur nøgdin av fiskaðum toski undir Føroyum ligið um 8 10.000 tons um árið. Hvar kemur fiskurin frá Seinastu árini hevur verið sagt, at lítið er til av botnfiski undir Føroyum. Hvussu ber tað so til, at bátar í dag fáa stóran og góðan tosk, sum er millum 4 og 10 ára gamal Tað er vælkent, at sjálvt um fiskur hevur stert, so er hann haggfastur og heldur til í einum ávísum øki. Hann ferðast ikki millum lond. Føroyabanki ikki komin fyri seg Orðaskiftið tekur útgangstøði í støðuni á Føroyabanka, har føroyska rannsóknarskipið, Magnus Heinason, júst hevur gjørt yvirlitstrolingar. Úrslitið vísur, at har er nógv til av hýsu og men lítið til av toski. Á bankanum hava vit ikki sæð so nógv hýsu síðan 1983, sigur Petur Steingrund, fiskifrøðingur á Havstovuni, men hann metir ikki, at bankin er komin fyri seg aftur, tá ið talan er um tosk og vil viðmæla, at Føroyabanki verður friðaður í eina tíð afturat. Hvussu er støðan á landgrunninum, og er tíðin komin at fiska aftur á Føroya banka Petur Steingrund, fiskifrøðingur, og Osmund Justinussen, reiðari, viðgera støðuna hjá fiskastovnum undir Føroyum. Heimastýrislógin hevur nú 70 ár á baki, og tað viðgjørdu vit á seinasta tematýsdegi. Í dag kemur Føroya løgmaður at tosa um haldføri hjá Heimastýrislógini og støðu Føroya í ríkisfelagsskapinum. Magni Laksafoss hevur rættiliga verið í brennideplinum, eftir at hann meldaði seg úr Sambandsflokkinum. Magni Laksafoss er hósdagsgestur í Nón. Eygleiðingin greinar dagsformin og støðuna hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi, sum hava landsfundir um vikuskiftið. Kári Mikkelsen og John Johannesen eru eygleiðarar. Altjóða tuberkladagur var 24 mars, í tí sambandi endursenda vit røðina Tuberklarnir í Føroyum frá 1990. Hesaferð 2 partur av røðini. Sanatoriið. Ymisk fólk, ið vórðu sjúk av tuberklum, siga frá tíðini, tá tey vóru innløgd á Sanatoriinum. Millum teirra eru Marita Mohr. Eyðálvur Mikkelsen. Herdis Olsen. Sigurð Berghamar. Hanna Magnussen. Nikal Thomsen fyrrv. ketilpassari. Anna Sofía Thomsen. Laura Eirikstoft, fyrrv. køksgenta. Karsten Hoydal, rithøvunda. Lagt sendingina til rættis Dagmar Joensen Næs og Sigrun Samuelsen. Sangirnir, ið royna seg, eru hesir. Úr Hvítu Húsunum í Washington er nú komin ein listi við 1300 vørum úr Kina, sum fáa álagt 25 prosent í tolli. Kina hevur eisini svara aftur við at leggja toll á ávísar amerikanskar vørur. Orsøkin til handilsstríðið millum Kina og USA er, at amerikanarar halda seg vera fyri vanbýti í handilssamstarvinum. Kina útflytir fyri 375 milliardir dollarar fleiri til USA, enn USA útflytir til Kina. Kina hevur ikki marknaðarbúskap og nógvar kinesiskar vørur og fyritøkur verða statsstuðlaðar, sum gevur møguleika fyri at dumpa prísir og avlaga kappingina við amerikanskt vørur. Verður handilskríggj av ósemjuni millum Kina og USA, fær tað eisini avleiðingar fyri Evropa og fer eisini at ávirka prísir á føroyskum vørum, sigur Sverri Justinussen, leiðari á Betri Markets. Tá Havstovan fyri einum ári síðani gjørdi árið upp fyri 2016 sást, at saltinnihaldið á opnum havi, eins væl og á Landgrunninum, var metlágt frá septembur til desembur 2016. Nú eru seinastu mátingarnar fyri 2017 gjørdar upp sum vísa, at lága saltinnihaldið helt fram alt 2017. Havstovan mátar hita og salt á opnum havi eftir sonevndum standardskurðum út frá Landgrunninum 3 4 ferðir um árið. Mátingarnar vísa, at miðal saltinnihaldið fyri 2017 var metlágt bæði vestanfyri, norðanfyri og eystanfyri. Eins og undanfarin ár, so eru hesar tríggjar ítróttargreinar felags um ein FM dag, har allar finalurnar verða avgreiddar undir sama taki. Og í ár skulu finalurnar avgreiðast í Høllini á Hálsi í Havn. Innleiðandi kappingarnar vóru spældar í gjár, og summar verða spældar í dag. Kringvarp Føroya vísir finalurnar beinleiðis frá klokkan 13. Fólk úr Norðurkorea hava verið við til at gera skrokkar í Póllandi bæði til Danmarkar og Norra. Tey arbeiða undir trælalíkum korum, segði Jenis av Rana. Hetta gevur Norðurkorea 14 milliardir krónur um árið, tí størri parturin av lønini, fólk haðani fáa í Evropa, fer til stýrið í Norðurkorea. Fiskivinnunýskipanin var ein høvuðsorsøk til, at eg fór innaftur í politikk. Tí var tað sera trupult fyri meg at síggja, at Sambandsflokkurin kortini ikki vildi vera við í nýskipanini, hóast flokkurin hevði fingið so at siga allan sín politikk ígjøgnum. Magni Laksáfoss var gestur í sendingini Nón í gjár, og hann varð millum annað spurdur um samráðingarnar við samgonguna um eina fiskivinnunýskipan, sum tá avtornaði endaðu úrslitaleysar. Hoyr svarið í brotinum omanfyri. Hægstirættur hevur givið Umhvørvisstovuni, sum umsitur matrikulering, viðhald í einum sakarmáli, sum Tórshavnar kommunu fekk loyvi til at royna í Hægstarætti eftir at hava tapt í Føroya rætti í 2015 og í Landsrættinum í 2016. Sambært Hægstarætti eru matrikulgjøldini lóglig, kunngerðin um matrikulgjøld er ein nóg góð heimild fyri gjaldsásetingunum hjá Umhvørvisstovuni, og virðið á byggibúnum grundstykkjum skal leggjast til grund fyri gjaldsásetinga. Í grundgevingunum fyri dómin sigur Hægstirættur, at gjøldini fyri matrikulert arbeiði hvørki eru í stríð við grundlógina ella stýrisskipanarlógina, og neyðugt er ikki at áseta matrikulgjøldini í lóg. Sakarmálið er um eina rokning fyri matrikulert arbeiði í sambandi við eina stóra útstykking í Hoyvík útstykkingina við Myllutjørn. Park Geun Hye hevur verið varðhaldsfongslað síðani mars 2017, tí hon hevur verið skuldsett fyri at hava fingið fleiri milliónir dollarar í mutri og fyri avkúgan. Burkabannið var ikki eitt floksmál í liberala samgonguflokkinum, Liberal Alliance, og kundu tinglimir atkvøða, sum teimum lysti. Einans fimm av teimum 13 fólkatingslimunum í Liberal Alliance vóru fyri uppskotinum, og tí var meirilutin fyri uppskotinum ikki tryggjaður. Men nú skrivar Berlingske , at samgongan og sosialdemokratiski flokkurin eru samd um treytirnar fyri burkabanninum, og sostatt er meiriluti fyri uppskotinum. Millum annað skal løgreglan reagera, um varhugi er fyri, at ein kvinna í burka eitt nú er tvungin ella pressað til at vera ílatin plaggið. Í Belgia er hetta bannið sett í verk, og Evropiski mannarættindadómstólurin hevur staðfest, at tað er lógligt at seta bann móti at vera í niqap og burka á alennum støðum. Nógv tann størsti parturin av veljarunum ynskir, at landsstýrið leggur frá sær og at løgmaður skrivar út nýval nú. Tað skrivar portal.fo . 856 fólk svaraðu spurninginum. Nærum tíggjundi hvør av veljarunum 9,5 tók ikki støðu til spurningin, um løgmaður skal skriva út val, meðan tey seinastu 2,3 høvdu eitt ógreitt svar sambært kanningini hjá Fynd. Fynd spurdi sama spurning tá tey í november í fjør gjørdu eina veljarakanning fyri Norðlýsið. Tá vóru veljararnir nógv greiðari í sínum svari. Tá vóru tað enn fleiri 59 ið ynsktu nýval og eisini fleiri 33 , ið ikki gjørdu tað. Hinvegin vóru tað ikki so nógv, ið søgdu seg ikki vita ella góvu eitt ógreitt svar. Soleiðis sigur forsetin í Meksiko, Enrique Pe a Nieto, í einum filmsbroti á Twitter, eftir at amerikanski forsetin hevur boðað frá, at hann fer at seta millum 2.000 og 4.000 herðmenn við markið til Meksiko. Meksikanski forsetin leggur afturat, at hann fegin vil samstarva við USA, men ikki um Trump í verki fer at seta herðmenn við markið millum londini. Tí tað er eitt brot á sjálvstýrið og tignini hjá Meksiko. Hetta er ikki fyrstu ferð at Nieto finst at amerikanska forsetanum. Hann hevur fleiri ferðir tala at, tá Trump hevur tosað hvassliga um Meksiko og meksikanskar tilflytarar. Orsøkin til, at Trump vil seta herðmenn við markið, er, at hann metir, at trygdin hjá USA er hótt av ólógliga virkseminum við markið. Facebook stríðist nú av álvara fyri at bøta um umdømið hjá sær í kjalarvørrinum av, at ymiskar greiningarfyritøkur hava fingið hendur á fleiri upplýsingum hjá Facebook brúkarum. Fyrst var talan um 50 milliónir brúkarar, men nú er komið undan kavi, at talan ivaleyst er um minst 87 milliónir brúkarar. Tað skrivar DR. Facebook hevur tí almannakunngjørt 9 nýggj átøk, sum skulu gera tað lættari hjá facebook brúkarum at verja seg fyri misnýtslu av upplýsingum. Tað skrivar Mike Schroepfer , sum hevur evstu tøkniliga ábyrgd á sosiala miðlinum, á almenna blogginum hjá Facebook. Á blogginum ber til at lesa um nágreiniligu átøkini, sum Facebook hevur sett í verk tær síðstu tvær vikurnar. Facebook sigur, at innsavningin av dátum, so sum sms og telefonuppringingar, er ein tænasta fyri brúkaran, tí Facebook við hesum upplýsingum kann finna útav, hvørji fólk, tú oftast hevur samband við og sostatt gera tað lættari at halda hetta sambandið. Pápin var rúsedrekkamisnýtari og Allan var ofta ótryggur og bangin. Onki varð sagt honum, hvat hendi, so hann hugmyndaði sær ymiskt, sum børn fara at gera, tá gerandisdagurin og tey vaksnu ikki eru til at líta á. Foreldrini fóru hvør til sítt. Men Allan hevði trupulleikar. Hann var óður og illur og roykti nógv hasj. Hann hevði trupulleikar við at knýta seg at øðrum menniskjum, tí hann var vanur við at verða vónbrotin og at tað sum var gott ikki fór at vara við. Men hann hevur hálsað um og roynir nú at koma til sættis við trupul minni. Tónleikurin eigur lívið í honum, tí gjøgnum tónleikin, kann hann kanalisera allar kenslur. Facebook stríðist nú av álvara fyri at bøta um umdømið hjá sær í kjalarvørrinum av, at ymiskar greiningarfyritøkur hava fingið hendur á fleiri upplýsingum hjá Facebook brúkarum. Talan er serstakliga um appir, sum brúkarar nýta á Facebook. Fyrr hava hesar appir fingið upplýsingar til vega um bæði tann, ið brúkar appina, og vinum teirra. Nú verða treytirnar fyri savnan av upplýsingum enn strangari fyri appir, sum hava tilknýti til Facebook. Mike Schroepfer, sum hevur evstu tøkniliga ábyrgd á sosiala miðlinum, skrivar á almenna blogginum hjá Facebook, at nú eru nýggj átøk sett í verk, sum skulu tryggja dáturnar hjá brúkarum enn meira, tá tey eitt nú nýta appir gjøgnum sosiala miðilin. Tær týdningarmiklastu broytingarnar eru hesar Appir hava fyrr fingið loyvi til at savna upplýsingar um tey tiltøk, sum fólk hava sagt seg luttaka í. Hetta hevur í ein mun givið appum upplýsingar um onnur fólk, sum eisini luttaka í sama tiltaki. Nú verður tað broytt, soleiðis at appir ikki fáa atgongd til eitt nú gestalistarnar og uppsløgini á teimum ymsu tiltøkunum, sum eru á Facebook. Frameftir verður hetta loyvið givið til serstakar appir, sum Facebook hevur góðkent, og sum hava samtykt strangar treytir viðvíkjandi upplýsingunum, sum verða fingnar í vega. Við loyvi frá umsitarum av bólkunum admins , hava appir havt møguleika fyri at fáa atgongd til loyniligar og privatar bólkar á Facebook. Men hetta hevur givið appunum møguleika at savna upplýsingar um samrøður og annað, sum fólk hava havt í teimum loyniligu og privatu bólkunum. Hetta verður nú broytt, og nú skulu hesar appirnar eisini hava serstakt loyvi frá Facebook. Harafturat hava hesar appirnar ikki longur atgongd til limalistan, og hava sostatt ikki møguleika at savna upplýsingar um, hvørji fólk eru í somu bólkum. Samstundis verða allar privatar upplýsingar sum til dømis nøvn og vangamyndir fjaldar. Appir hava altíð havt atgongd til allar sokallaðu síðir á Facebook. Hetta hevur givið framleiðarum møguleika at snikka appir saman, sum eitt nú hjálpa umsitarum hjá síðunum at millum annað gera uppsløg og svara boðum í boðklivanum. Øgiliga nógvar appir geva tær møguleika at rita inn við Facebook. Tað er skjótt og nemt, og tú sleppur undan at skriva allar upplýsingar um teg, áðrenn tú brúkar appina. Men hetta hevur samstundis givið appini alskyns upplýsingar um bæði teg og fyrr eisini tínar vinir. Facebook herdi í 2014 treytirnar hjá appum, ið brúktu hesa funkuna, og hesar treytir verða nú enn strangari. Hetta merkir, at skal ein app brúka Facebook innritan, so verður ikki longur møguligt hjá appunum at savna inn upplýsingar um eitt nú politiskar hugsjónir, trúarstøðu, hjúnalagsstøðu, arbeiðssøgu og útbúgving, sum appir annars hava fingið til vega fyrr. Samstundis verður tað frameftir soleiðis, at hevur tú ikki brúkt eina app í tríggjar mánaðir, fella rættindini hjá appini at savna inn tínar upplýsingar burtur. Tað hevur fyrr verið møguligt at leita eftir fólki við at skriva telefonnummarið ella teldupostbústaðin í leitibjálkan ovast á Facebook. Á blogginum stendur, at illviljandi framleiðarar hava misnýtt hesa funku at savna saman upplýsingar um brúkarar. Tað er serliga hendan funkan, sum Facebook heldur, millum annað hevur elvt til, at upplýsingar hjá fólki skjótt eru komnar í skeivar hendur. Tískil verður hendan leitifunkan nú ógildað. Á Facebook vangnum hjá fólkum flest er í høgru síðu ein breddi við einum lista av fólki, sum tú hevur mest samband við. Fólk, sum brúka Messenger appina hjá Facebook, hava givið Facebook loyvið at fáa hesar upplýsingar til vega. Á blogginum stendur, at Facebook hevur eftirmett hesi loyvi fyri at tryggja, at innihaldið í teim ymsu samtalunum ikki er fingið til vega, og Facebook fer nú at strika allar upplýsingar, sum eru eldri enn eitt ár. Facebook vil framhaldandi gera listar yvir, hvønn tú hevur samskift mest við, men hetta verður einans gjørt við teimum neyðugu upplýsingum, stendur á blogginum. Fyrr hevur tað verið soleiðis, at Facebook hevur savnað innihaldið í samtalunum sum til dømis myndir, filmsbrot og gifs, sum verða send gjøgnum Messenger. Tað skrivar Anna Sol Jørgensen eitt nú um í eini grein , har hon hevur kannað allar tær upplýsingar, sum Facebook hevur um hana. Mánadagin tann 9. apríl verður helst sjónligasta broytingin sett í verk. Tá brúkarar rita inn, verður ein leinkja sjónlig ovast á forsíðuni, har fólk fáa møguleika at síggja, júst hvørjar appir hava fingið loyvið at savna upplýsingar frá teimum. Samstundis fáa brúkarar møguleika at síggja, júst hvørjar upplýsingar, hesar appirnar hava um tey. Harafturat kunnu brúkarar skjótt og lætt strika appirnar og ógilda loyvini, um tey ikki hava tørv á hesum appunum longur. Sum liður í hesum, skrivar Facebook á blogginum, verður eisini fortalt, um teirra upplýsingar eru blivnar brúktar í gøluni viðvíkjandi Cambridge Analytica. Tú kanst eisini kanna, hvørjar upplýsingar Facebook hevur um teg, eins og Anna Sol Jørgensen gjørdi í greinini, sum er nevnd omanfyri. Útsøgnin kemur í kjalarvørrinum av, at amerikanski forsetin, Donald Trump, í gjár boðaði frá, at hann hevur ætlanir um at herða handilsstríðið við Kina við enn størri tolli á kinesiskum vørum. Í gjár gav Trump handilsmyndugleikanum, Office of the United States Trade Representative, boð um at kanna møguleikarnar fyri at seta í verk nýggjar tollsatsir á vørur, ið verða gjørdar í Kina, og meta um, hvørjar vørur meiri tollur kann setast á. Stríðið byrjaði við, at Trump í mars mánaða setti í verk tollsatsir á stál og alminium frá Kina og øðrum londum. Kina svaraði síðani aftur við at seta toll á 120 amerikanskar vørur. Við hesum seinasta útspælinum hjá Trump verður handilsstríðið millum londini hvest. Og fleiri finnast at hesum eisini fleiri í flokkinum hjá Trump sjálvum. Um vit fáa eitt handilskríggj, fær tað onga beinleiðis ávirkan á føroyska búskapin. Sigur Sverri Justinussen, leiðari á Markets í Betri samtakinum. Men hann leggur tó afturat, at ein viknaður heimsbúskapur kann ávirka eftirspurningin og prísin á teimum vørunum, sum vit framleiða. Felagsskapurin World Food Program, WFP, sum er undir ST, hevur nú broytt mannagongd viðvíkjandi at forða fyri hungursneyð. Mannagongdin hjá felagsskapinum hevur í mong ár verið at senda matvørur í hópatali til tey mongu, sum búgva í økjum, har nógvur turkur er. Men sum nakað nýtt er WFP farið undir at senda matvørurnar avstað, áðrenn vanlukkan nær at stinga seg upp. Hetta sparir nógva tíð, tá hungursneyðin rakar, og hevur longu bjargað mongum lívum. Stjórin, ið fyrisitur arbeiðið hjá WFP í Etiopia, sigur nýggja háttin vera ta týdningarmiklastu broytingina hjá WFP í 50 ár. Hetta skrivar Dimmalætting . Í Eysturafrika er farið at regna aftur, eftir nógv ár við turki. Harvið er aftur møguligt hjá íbúgvum í londum so sum Somalia, Etiopia, Kenja og Uganda at velta jørðina og gerast sjálvbjargin aftur. Hóast turra tíðarskeiðið hevur týnt jørðina, hevur tað ikki í hesum førum elvt til líka hættisliga kreppu og hungursneyð, sum áður hevur verið at sæð í hesum londum. Helena Dam á Neystabø, tingforkvinna í Javnaðarflokkinum, er ikki samd við Poul Michelsen, landsstýrismanni, í, at stevið hjá samgonguni er ein trupulleiki. Tað ber ikki til, at samgongufólk í sjálvdrátti saman við andstøðuni, nærum dagliga koma við nýggjum ætlanum um at bora tunlar. Heldur hetta arbeiðslagið fram, hevur samgongan ongan livandi møguleika at halda fram, segði Poul Michelsen millum annað. Helena Dam á Neystabø, forkvinna í Tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum, heldur ikki, at trupulleikin er so stórur, sum Poul Michelsen vil vera við. Eg haldi ikki, man skal fokusera so nógv upp á tað. Poul Michelsen mátti rýma úr sínum upprunaflokki, tí at hann ikki fekk undirtøku fyri, at tað var neyðugt at gera nýskipanina, og tað hava nógv onnur verið frustrerað um, sigur hon millum annað. Poul Michelsen er serliga ónøgdur við, at samgongulimir í hesum føri Heðin Mortensen og Kristin Michelsen løgdu uppskot fram saman við andstøðutinglimum um øðrvísi raðfestingar av tunlum. Forkvinnan í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum ásannar, at tað er óheppið, at samgongutinglimir ganga aðrar leiðir og ikki halda seg til avtaluna hjá samgonguni. Men hon heldur tó ikki, at hetta er ein stórur trupulleiki. Sjálvandi skal man ikki leggja uppskot fram við andstøðuni, men eg haldi, vit skulu taka tað sum eitt tekin um, at vit eiga at hyggja at samlaðu samferðsluskipanini í Føroyum, og hvussu vit kunnu leggja eina heildarætlan soleiðis, at øll føla seg sum ein part av tí samlaðu skipanini, sigur Helena Dam á Neystabø. Landsfundurin hjá Javnaðarflokkinum, sum verður í morgin, fer eisini at vera merktur av innanhýsis trupulleikunum, sum Javnaðarflokkurin hevur havt og hevur. Felagið Føroysk Myndlistafólk skipar fyri várframsýningini. Í ár sita Jón Sonni Jensen, Annika Gregoriussen og Randi Samsonsen í úrvalsvendini. Tað eru fýra listafólk, sum eru við í framsýningini fyri fyrstu ferð, meðan hini tíggju hava luttikið fyrr. Jón Sonni Jensen og Randi Samsonsen greiða frá listafólkunum og verkunum, sum eru við í ársins várframsýning, og hvussu tey velja listafólkini út og skipa framsýningina. Morgunsendingin hitti eisini Dan Helga í Gong, sum er við í framsýningini fyri aðru ferð. Í ár sýnir hann fram tvær videoinstallatiónir. Várframsýningin letur upp klokkan 16.00 í dag. Tað er Vónbjørt Vang, rithøvdundur, sum fer at seta framsýningina. 100 ár eru síðani listamálarin Jóannes Kristiansen varð borin í heim í Leirvík. Hann hevði hvørki hug til sjógv, bø ella haga, men tímdi at tekna og lesa. Í 1935 fór hann til Danmarkar at læra meir um hesi kynstur, men fyri at hava okkurt at liva av fór hann í málaralæru. Jóannes ætlaði sær heimaftur, tá hann var liðugur, men tá var Danmark hertikið. Undir krígnum gekk hann á kunstaakademiinum í Keypmannahavn saman við Ruth Smith og Ingálvi av Reyni. Meginpartin av lívinum búði hann í Danmark, men var so at siga hvørt ár í Føroyum og fekk íblástur. Eitt eyðkenni vóru teir ljósu litirnir. Í Fuglafirð hevur systirsonurin Petur Martin Petersen eitt stórt savn av málningum hjá Jóannesi Kristiansen. Teir hanga í húsum hansara, sum eru bygd í sama sniði, sum barnaheim Jóannesar, ið var seinasta langhús í Leirvík. Gestur í Meg minnist verður nú eftirlønti skúlastjórin Niels Nattestad, sum hevur røtur úr Hvalba og Porkeri. Pápin Ásbjørn var úr Hvalba og mamman Ninna úr Porkeri. Tey vóru niðri undir krígnum. Fáar mánaðir gamal kom Niels í 1946 til Hvalbiar. Fyrsti Nattestad í Føroyum æt Thor. Hann kom um 1780 úr Kongsbergi í Noregi. Skjótt giftist hann garðagentuni í Stórstovu og tók við fýra marka garðinum. Nattestadfólk í Føroyum fara í summar til Noregs at skoða garðin Nattestad, sum er upphavið til eftirnavnið. Har á leiðini verður navnið framborið sum Nasta . Hvat gjørdi eg her Tað føldist sum tíðarspilla. Soleiðis sigur Magni Laksafoss millum annað í hesi samrøðuni, har hann greiðir frá sínum lívi, sínum erligu meiningum og virðum, og hví hann fór úr Sambandsflokkinum. Men bólkurin hevur longu spælt saman í yvir 15 ár, tí í 2005 vann Marius fyrstu føroysku undankappingina til altjóða tónleikakappingina Global Battle of the Bands stytt GBOB. Um vikuskiftið fara tveir bólkar á pall saman. Hesir eru bólkurin Dánjal, sum Dánjal á Neystabø er oddamaður fyri og Afenginn við Kim Nyberg. Talan er ikki um dupultkonsertir, har tveir bólkar spæla hvør sær bólkarnir spæla hinvegin hvør síni løg saman, tí talan er um ein bólk, har manningin so at siga er tann sama. Í kvøld, fríggjakvøld, fara bólkarnir á pall í Norðurlandahúsinum klokkan 21 og í Tøting í Syðrugøtu leygarkvøldið. Lagt er upp til eina konsertuppliving av tí stóra slagnum, har áhoyrararnir verða leiddir ígjøgnum eitt ríkt kensluspektur, sum fevnir um tað lættari abstrakta við droymandi ljóðflatum til tætt útsettan popp, sum javnvigar í markalandinum millum tað popputa og tað fleirtýdda. Vikuskifti hitti oddamenninar báðar backstage í Norðurlandahúsinum til eitt prát. Hoyr innslagið her Læknar á Salisbury District Hospital siga í dag við BBC at fyrrverandi russiski njósnarin Sergei Skripal er skjótt við at koma fyri seg aftur. 66 ára gamli Sergei Skripal og 33 ára gamla dóttirin Yulia hava verið á sjúkrahúsi í meir enn ein mánaða eftir at tey vóru funnin við ongum viti á einum beinki í suðurenska býnum Salisbury 4. mars. Yulia Skripal kom skjótari fyri seg eftir álopið, men Sergei Skripal hevur verið í lívsvanda síðani álopið. Bretska stjórnin vil vera við, at Russland stendur aftanfyri eiturálopið, men russiska stjórnin avnoktar, at hon skal hava havt nakað við hendingina at gera. Tilsamans 20 lond, teirra millum 18 evropeisk lond og USA og Kanada, hava víst russiskum sendifólkum út, eftir at bretland segði seg hava prógv fyri, at Russland hevði ábyrgdina av álopinum. Tað, sum vit vanliga seta í samband við føroyska gamla list, eru oljumálningar av landsløgum. Tað er tað, onkur nevnir sofalist altso tað oblikatoriska , sum hongur uppi yvir sofuni har heima. Gamaní er talan um fleiri landslagsmyndir, sum eru innkomnar og tiknar við í árligu Várframsýningina í Listasavni Føroya, sum byrjar í dag og heldur á til 29. apríl. Talan er ikki um oljumálningar men heldur um aðrar listamiðlar , sum føroysk listafólk úttrykkja seg við í dagsins list prent, video, pastell og annað, og landsløgini verða tulkað á ymsan hátt. Tó er ein abstraktur oljumálningur, sum listamaðurin Zacharias Heinesen hevur málað. Hoyr fyriskipararnar Jón Sonna Jensen og Randi Samsonsen greiða frá um urvalið, nevndin fyri Framsýningina hevur valt út Tað halda stigtakararnir til Tórshavn boxing, sum í hesum døgum hava vitjan av nøkrum av bestu donsku yrkisnevaleikarunum, eitt nú 28 ára gomlu Saruh Mahfoud, sum er hálvur føroyingur. Bæði Aksel V. Johannesen, samgonguleiðari og formaður í Javnaðarflokkinum, og Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum fegnast um veljarakanningarnar, sum vórðu kunngjørdar í dag. Í lesarabrævi undir yvirskriftini Heit luft frá Poul svarar løgtingsmaðurin Heðin Mortensen nú teimum atfinningum, sum Poul Michelsen, landsstýrismaður og formaður í Framsókn, í vikuni hevði móti Javnaðarflokkinum og tinglimum floksins teirra millum Heðin Mortensen. Í samrøðu við in.fo og Rás2 hósdagin segði Poul Michelsen millum annað, at Javnaðarflokkurin koyrir í fýra fimm ymiskar rætningar, sum ikki eru í tráð við avtalurnar í samgonguni. Hann vísti á, at tinglimir í Javnaðarflokkinum eru farnir í part við andstøðuni um at gera tunlar ymsa staðni bæði at knýta ein Fámjinstunnil uppí ætlanina at gera nýggja Hvalbiartunnilin og at framskunda tunlarnar norður um fjall. At fleiri stórmál drukna í garvillum tunnilsætlanum, har tinglimir úr Javnaðarflokkinum hava ein høvuðsleiklut , er so langt úti, at eg má spyrja, hvat Poul Michelsen billar sær inn, skrivar Heðin Mortensen í lesarabrævi, beinleiðis vent móti Poul Michelsen. Í ár eru 8,5 milliónir krónur settar av til innkomivegin, men næsta ár arbeiðir landsstýrið við tveimum neyðars milliónum krónum, ið eru eitt beinleiðis lyftisbrot og reinur ørskapur, ið bæði Poul Michelsen og landsstýrið annars má taka ábyrgd av, skrivar Heðin Mortensen, ið endar lesarabrævið við hesari heilsan til formannin í Framsókn Tí er tað sum at hoyra loppu goyggja, tá Poul Michelsen brádliga skal læra øll onnur um, hvussu tingini skulu gerast. So leingi sum hann og restin av landsstýrinum ikki arbeiðir við eitt sindur av sunnari fornuft, skal hann ansa sær við at seta tingini upp í ein spíss, skrivar Heðin Mortensen. Afturvendandi og ótolandi tiltøkini og innbjóðingarnar á Facebook, ein kvinna við vesipappíri um fótin, og ein ørkymlaður maður, tí konan hevur tikið 25 kilo uppá. Á seinasta løgtingsvali var Javnaðarflokkurin líka við at fáa níggju løgtingsfólk vald. Nú megna vit bara at veita vissu fyri seks atkvøðum í løgtinginum. Tað er ikki í lagi, og skil má fáast á flokkin, ásannar Aksel V. Johannesen. Eg skal vera tann fyrsti at viðganga, at politiska støðan í løtuni er óviss. Vit megna í løtuni ikki at telja uppí 17 í øllum málum. Nógv mál hava tíbetur breiða undirtøku í Løgtinginum, men samgongan hevur eisini nøkur týðandi stórmál, sum vit enn ikki hava megnað at tryggjað okkum undirtøku fyri. Tað er ein avbjóðing fyri minnilutasamgonguna, at Javnaðarflokkurin ikki longur er inntaktur. Vit fingu eitt kanónval og átta tinglimir. Tað restaðu bara fáa atkvøður í níggjunda mandatið. Í ein dag høvdu vit eina meirilutasamgongu við 17 tinglimum, nú eru bara 15 og vit í Javnaðarflokkinum kunnu nú vit halda landsfund bara garantera seks atkvøður í fleiri málum. Hetta er ikki nøktandi fyri øll tey, ið settu sín kross við Javnaðarflokkin síðsta val. Ei heldur er tað nøktandi fyri meg sum formann í flokkinum. Vit hava sett orð á hesar avbjóðingar á limafundum kring landið, og vit eru longu í einari tilgongd innanhýsis, so vit sleppa undan at slíkt endurtekur seg. Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna, ið Rebekka Manuela Behrens gjørdi við Aksel V. Johannesen, formann í Javnaðarflokkinum, beint eftir at hann hevði hildið formansrøðuna fyrrapartin. Millum tær størstu avbjóðingarnar er tann spjaðing og tær gjáir, ið bæði eru veruligar, men sum eisini verða grivnar djypri í dagsins samfelag, sigur Høgni Hoydal í formansfrágreiðingini á flokstinginum hjá Tjóðveldi. Her hugsi eg um ta sosialu gjónna, ið framvegis má mjækkast millum inntøkubólkarnar í landinum, har ongin skal liva í fátækraváða og øll skulu hava sømilig or og menningarmøgileikar. Tann gjógvin sum er millum partar av landinum við vinnumøguleikum og meanningarmøguleikum. Serliga eru Suðuroyggin og Sandoyggin, men eisini aðrir partar partar av landinum og ikki minst útoyggjar í eini skeivari gongd. Og sjálvsagt skulu átøk gerast. Fyri Suðuroynna og Sandoynna eru samferðslumøguleikar avgerandi umframt onnur átøk. Og skulu vit halda fram at byggja landið saman eftir eini skipaðari og fíggjaðari ætlan. Suðuroyartunnil umframt aðrar samferðslíløgur tildømis her norður um fjall og til smábygdur skulu og fara at verða gjørdir, men við skil á fíggingini og búskapinum, so vit ikki missa møguleikan at mennast. Og sjálvsagt eigur landið at gera eina ætlan fyri, hvussu vit eisini hava almenn arbeiðspláss og tænastur kring landið, so at til ber at mennast í eini betri javnvág. Gjógvin millum tað handaliga og tað bókliga millum tað yrkisrættaða, vinnuliga og tað meira akademiska. Her er talan um eina gjógv, ið á mangan hátt er púra óneyðug at mana fram. Munurin millum í útbúgvingum, royndum og førleikum tá røðrum um tað akademisk og tað yrksirættað, eigur als ikki at vera ein trupulleiki. Tí bæði treytað hvørt annað og eiga at metast ájvant. Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna, ið Rógvi Olavson gjørdi við Høgna Hoydal, formann í Tjóðveldi, beint eftir at hann hevði hildið formansrøðuna fyrrapartin. Beinleiðis sending, har føroyameistararnir í borðtennis, badminton og judo verða kosnir. Vit byrja at senda klokkan 13.00, og næstu tímarnar síggja vit okkara bestu ítróttafólk í hesum ítróttagreinum. Við menningarkvotum og uppboðssølu hava vit fingið eina meira javnbjóðis atgongd til fiskivinnuna. Somuleiðis hava vit tryggjað, at livandi fiskiríkidømið framvegis verður ogn Føroya fólks, og kann ikki gerast ogn hjá privatum, sigur Javnaðarflokkurin í yvirlýsing frá landsfundinum í Klaksvík í gjár. Flokkurin sigur, at eingin samgonga undan hesari hevur framt so stór og týðandi mál, og gongdin er vend frá risastórum halli til avlop. Fólkafráflytingin er vend til tilflyting, men aldurs og kynsbýtið er framvegis skeiklað, og landsfundurin tekur undir við ætlanini hjá flokkinum um at raðfesta yngra ættarliðið. Landsfundurin hjá Javnaðarflokkinum tekur eisini undir við pensjónsnýskipanini. Sagt verður, at hon fer at geva verandi og komandi pensjónistum meira at liva fyri hvønn mánað. Tjóðveldi sigur í yvirlýsing frá flokstinginum í Klaksvík um vikuskiftið, at flokkurin skal skjótast og virkið upp í royndina at laða donsku ríkisveitingina niður, so føroyingar uttan fíggjarligar bindingar fáa tikið støðu til politisku framtíð landsins. Flokstingið staðfestir, at fiskivinnunýskipanin hevur eydnast væl, men ásannar samstundis, at eitt so víðfevnt lógar og kunngerðarsmíð skal rættast av. Tað er umráðandi, at allar Føroyar vaksa og ikki bara nakrir fáir miðsavnaðir deplar í landinum, sigur Tjóðveldi í yvirlýsingini frá flokstinginum. Arbeiðsbólkurin, sum hevur gjørt tilmæli um eigarapolitikk landsins, heldur, at yvirskipað skal nevndarsamsýningin í vinnufeløgunum hjá landinum vera kappingarfør. Tá samsýningin verður ásett, skal atlit takast at, hvussu stórt og samansett felagið er, og hvussu tung arbeiðsbyrðan er samanborið við privat feløg. Feløgini, sum landið eigur allan partapeningin í, eru Føroya Tele, Posta, Atlantsflog, Vága floghavn, Fiskaaling, Visit Faroe Islands, Vágatunnilin, Eystur og Sandoyartunlar og partafelagið Norðoyatunnilin. Umsetningurin hjá hesum feløgunum var sambært roknskapinum fyri 2016 1,2 milliardir krónur tilsamans. Feløgini høvdu tilsamans 625 starvsfólk. Oddaliðið KÍ tekur móti AB, sum hevur fingið eina torføra byrjan í kappingarárinum. EB Streymur, sum eru á øðrum plássi, spælir móti HB á nýggja heimavøllinum á Eiði. Vit siga frá dystinum í Gøtu ímillum Víking og B36 her í útvarpinum. Tað er í sendingini Bólturin, sum byrjar trý korter til trý, og tað er Suni Merkistein sum varpar út. Dysturin verður eisini stroymdur beinleiðis á okkara heimasíðu, kvf.fo. Fimti dysturin hetta umfarið varð spældur á Skála í gjár. Har vann heimaliðið Skála ein sannførandi 3 0 sigur á TB FC Suðuroy Royn. Felagsskapurin fyri sýrar í útlegd, SOHR, og fleiri hjálparfelagsskapir skuldseta sýrisku stjórnina fyri at hava brúkt eiturvápn í álopinum í Douma. Sí upptøkur frá AP. Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, hóttir nú við at taka sæti aftur á tingi. Landspolitikarar hava onga virðing fyri ferðsluviðurskiftunum inn í Havnina, sigur hon. Í sínum viðmerkingum til broytingarnar í lógini um sjófeingi, sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur lagt fram, sigur Felagið Línuskip, at tað eigur at vera loyvt skipum at landa ein part av veiðini uttanlands. 25 prosent skulu kunnu landast uttanlands, og tíðarskeiðið, sum roknað verður fyri, skal vera seks ella 12 mánaðir, í staðin fyri fýra mánaðir. Hýsa verður ikki, ella nærum ikki, virðisøkt á føroyskum virkjum. Tí er einki arbeiðspláss í vanda, um hýsa ikki verður landað í Føroyum, sigur felagið. Felagið Línuskip hevur verið í vinnunevndini og sagt sína hugsan um broytingarnar í lógini um sjófeingi, sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur lagt fram. Felagið Línuskip mælir til, at kvotan í Eysturgrønlandi verður útlutað sum eginkvota, ella kvota við hámarki, fyri skipini, sum fiska hana. Tað skal verða loyvt skipum at fiska undir Føroyum og á leiðum uttan fyri føroyskt øki á sama túri, og Føroyabanki skal lata upp fyri vinnuligum fiskiskapi. Felagið sigur, at tað er ein bati, at Flemish Kap er markaður til línuskipini, økta toskakvotan í Ísland er gott í ískoyti eins og kvotan í Eysturgrønlandi. Fólk eru ótrygg, men hava eisini góðtikið, at yvirgangur og ógvusligar hendingar nú eru ein partur av týska gerandisdegnum, og tað er ræðandi. Tað heldur Kára Petersen, sum er ættað úr Fuglafirði, men býr í týska býnum M nster, har ein maður í gjár koyrdi inn í eina mannamúgvu, sum sat uttan fyri eina kafe. Fyrstu tíðindini vildu vera við, at trý fólk høvdu latið lív. Men týska løgreglan sigur nú, at tvey fólk doyðu, ein 51 ára gomul kvinna, og ein 65 ára gamal maður. Tað eru fleiri bøkur um Gladiatordrongin, Hesar bøkur snúgva seg um søguliga tíðarskeiðið í gamla Rom. Og søgurnar verða sagdar, við smádreingjum sum høvuðspersónum. Decimus Rex verður saman við øðrum smádreingjum tikin til fanga og førdur til Rom at dystast í arenuni. Orsøkin er, at foreldur teirra standa í skuld til valdsharrarnir í Rom og tí verður avgjaldið eitt stríð um lív og deyða. David Grimstone skrivaði og Pauli Hansen týddi til føroyskt. Hjálmar Dam lesur og Finnur Hansen ger ljóðmyndina. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav í út 2011. NSÍ 07 Vestur 3 1 0 0 58 minuttir Árni Frederiksberg 1 0 60 minuttir Jóhan Troest Davidsen 2 0 70 minuttir Gilli Samuelsen 2 1 79 minuttir Pól Jóhannus Justinussen 3 1 KÍ AB 3 1 2 0 12. minuttir. Jóannes Bjartalíð 1 0 31. minuttir. Jóannes Bjartalíð 2 0 60. minuttir. Rasmus Dan Sørensen 2 1 63. minuttir. Jóannes Bjartalíð 3 1 Alexandra á Dul, sum er HR partnari, vísir á, at alt fleiri uppliva, at tey brenna út, tí tey eru tøk á arbeiðsmarknaðinum allan sólarringin. Tí kann tað vera vert at at umhugsa ein telefon og teldubrævapolitikk, sum ásetur, at ikki er loyvt at órógva fólk ávísar tíðir á degnum. Alexandra á Dul vísir kortini á, at fólk og arbeiðspláss eru ymisk, og tí ber ikki til at nevna ein ávísan leist, sum er egnaður til øll. Forsætisráðharrin í Ungarn, Viktor Orbán, varðveitir valdið eftir sannførandi valsigur. Samgongan hjá honum er nóg stór til at fáa greiðan meiriluta fyri at broyta grundlógina. Tá meginparturin av atkvøðunum vórðu upptaldar, stóðu flokkurin hjá Orbáns, Fidesz og samstarvsflokkurin KDNP, til at fáa 134 av teimum 199 sessunum í tjóðartinginum. Vit vunnu. Kæru vinir, vit hava stríst, og vit hava tryggjað okkum søguligan sigur. Vit hava møguleikan, vit kunnu nú verja Ungarn, segði Orbán í talu síni til viðhaldsfólk, tá úrslitið var greitt. Tað fer at kosta teimum dýrt, sum lupu á við eiturgassi í sýriska býnum Ghouta og drupu í minsta lagi 40 fólk. Tað skrivar amerikanski forsetin, Donald Trump, á Twitter. Nógv eru deyð í kemiskum álopi í Sýria, teirra millum kvinnur og børn. Sýriski herurin hevur kringsett og stongt økið, har álopið varð framt, og tí ber ikki til hjá øðrum at sleppa framat. Putin, forseti, Russland og Iran hava skyldina, og tey hava fingið stuðul frá búrkroppinum Assad. Tí fer tað at kosta teimum dýrt, skrivar Trump. Álopið varð eftir øllum at døma framt leygarkvøldið. Sýriska stjórnin vísir aftur, at hon hevur nakað við álopið at gera. Í minsta lagi 40 fólk doyðu, og 500 eru særd. Neyðhjálparfelagsskapir siga, at tey, sum doyðu, vórðu kvald, og fleiri hundrað fólk hava ilt við draga andan, ella hava onnur tekin um eiturevnaálop. Sjálvur er hann eiðasørur, tá tað ræður um handaligt arbeiði, og tí er hann ógvuliga fegin um at grannar, ið duga væl handaligt arbeiði, hava veitt hjálpandi hond. Tað kemur væl við í hesum døgum, nú tað er sera trupult at fáa fatur á handverkara. Kostnaðurin er ein øl ella ein døgurði, sigur Magnus Magnussen brosandi. Týska løgreglan hevur handtikið fýra menn, sum verða settir í samband við mannin, ið koyrdi inn í eina mannamúgvu á einum jólamarknaði í Berlin stutt fyri jól í 2016 og drap 12 fólk. Ein av teimum handtiknu er undir illgruna fyri at hava lagt ætlan um at drepa rennarar og áskoðarar til hálvmaraton renningina, sum var í Berlin í gjár. Myndugleikarnir hava havt eyguni eftir teimum fýra handtiknu monnunum í longri tíð, og tí var í veruleikanum eingin vandi á ferð, skrivar Die Welt. Blaðið skrivar, at ein íbúð í Berlin varð rannsakað í sambandi við handtøkurnar. Sama íbúð varð eisini rannsakað eftir yvirgangsatsóknina um jóltíðir í 2016. Tað eru fleiri bøkur um Gladiatordrongin, Hesar bøkur snúgva seg um søguliga tíðarskeiðið í gamla Rom. Og søgurnar verða sagdar, við smádreingjum sum høvuðspersónum. Decimus Rex verður saman við øðrum smádreingjum tikin til fanga og førdur til Rom at dystast í arenuni. Orsøkin er, at foreldur teirra standa í skuld til valdsharrarnir í Rom og tí verður avgjaldið eitt stríð um lív og deyða. David Grimstone skrivaði og Pauli Hansen týddi til føroyskt. Hjálmar Dam lesur og Finnur Hansen ger ljóðmyndina. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav í út 2011. Prestur er Bergtórur Hjelm Bjarkhamar Deknur er Guðrun Eidesgaard Undirspælið hevur Ann Kristin Hansen Leiðari av floytukórið er Súsanna Joensen Orkesturleiðari er Oddur Hentze Í hesi løtu skipa vit eingi álop í Sýria. Men vit fylgja neyvt við støðuni og stuðla diplomatiskum royndum at draga tey, sum brúka evnafrøðilig vápn í Sýria og aðrastaðni, til svars fyri sínar gerðir, skrivar Pentagon, sambært BBC. Flogvøllurin liggur nærindis býnum Homs, og 14 fólk lótu lív í álopinum. Ísrael, sum fyrr hevur framt álop á sýrisk mál, hevur ikki viðmerkt hendingina í morgun. Almenna sýriska tíðindastovan, SANA, endurgevur hernaðarkeldu, sum sigur, at Ísrael framdi luftálopið í morgun, og at ísraelsk stríðsflogfør skutu rakettirnar, tá tey vóru í libanskum luftrúmi. Olga Maria var á veg inn á Leirvík við góðum 80 túsund pundum av góðum, tá hon mikudagin í síðstu viku sigldi á land norðanfyri Líðarmunnan í Kalsoynni. Báturin slapp sjálvur av aftur og sigldi til lands at kanna skaðan. Gulak Gulaksen er reiðari og skipari á Olgu Mariu, at tað var eitt sindur av skaða á bátinum, men at tað ikki var so umfatandi. Gulak Gulaksen væntar tí, at báturin verður klárur til fiskiskap mikudagin. Facebook stríðist nú av álvara fyri at bøta um umdømið hjá sær í kjalarvørrinum av, at ymiskar greiningarfyritøkur hava fingið hendur á fleiri upplýsingum hjá Facebook brúkarum. Fyrst var talan um 50 milliónir brúkarar, men nú er komið undan kavi, at talan ivaleyst er um minst 87 milliónir brúkarar. Tað skrivar DR. Facebook hevur tí almannakunngjørt 9 nýggj átøk, sum skulu gera tað lættari hjá facebookbrúkarum at verja seg fyri misnýtslu av upplýsingum. Tað skrivar Mike Schroepfer, sum hevur evstu tøkniliga ábyrgd á sosiala miðlinum, á almenna blogginum hjá Facebook. Á blogginum ber til at lesa um nágreiniligu átøkini, sum Facebook hevur sett í verk tær síðstu tvær vikurnar. Rættarfundur um leiðsluna í gamla Eik banka var settur á skrá til í morgun, í morgin og mikudagin. Men tá ið útvarpið møtti upp fyrrapartin, stóðu hølini tóm. Alt málið um leiðsluna í gamla Eik er útsett til 27. august. Orsøkin er, at rættarmálið um danska Eik banka, sum hevur verið í Eystara landsrætti, samstundis er minkað í vavi, og at partarnir nú vilja avgreiða danska málið fyrst. Partarnir hava ynkst at útseta málið. Har er ein broyting í próvførsluni í einum máli, sum er líkt hesum máli, sum er í Eystara landsrætti, har talið av vitnum er minkað munandi. Tað hevur eisini við sær, at málið í Eystara landsrætti helst verður avgreitt fyrr, enn væntað varð áðrenn. Ein treyt fyri hesum er tó, at málið Føroya Rætti verður útsett, sigur Peter Fl gge. Hóast samgongan ikki hevur meiriluta í løgtinginum, eigur hon at sita alt valskeiðið, sum endar 31.august næsta ár. Tey eru ráðini frá fyrrverandi formanni Javnaðarfloksins og fyrrverandi løgmanni til eftirmannin í teimum báðum sessunum. Jóannes Eidesgaard tók orðið á landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum, sum var í Klaksvík leygardagin tann 7. apríl. Hansara ráð til eftirmannin, Aksel V. Johannesen, eru greið. Tí var mín áheitan, at hann helt fast og stýrdi fram við einari minnilutasamgongu, tí at útlitini at dyrka ein meiriluta fram fyri uppskotinum í sitandi tingi eru absolutt til staðar, serliga nú tá vit fingu eina útmelding frá Magna Laksáfoss, um at hann eisini er leysgangari, sigur Jóannes Eidesgaard millum annað um støðuna hjá Javnaðarflokkinum. Hann tók orðið á landsfundinum millum annað fyri at minna fólk á, hví tey eru í løgtinginum og fyri at vísa sítt álit til sitandi leiðslu í flokkinum. Øll uttan trý tingfólk, Høgni Hoydal, Sonja Jógvansdóttir og Aksel V. Johannesen tey fingu flestar atkvøður í 2015 kunnu takka flokki sínum fyri tingsessin. Jóannes Eidesgaard heldur ikki, at floksformaðurin eigur at gera nakað við støðuna í flokkinum nú, men heldur bíða til eftir komandi løgtingsval. Upp á eitt ella annað tíðspunkti skulu vit hava eitt løgtingsval, og tá kann man gera reint borð og vaska talvuna reina og so finna eitt nýtt stev innanhýsis í flokkinum, sigur hann millum annað og leggur afturat, at málið ikki kann loysast her og nú. Um vikuskiftið var danska landsliðið við í kappingini Golden League í Noregi. Danmark vann tveir av trimum dystum, og har fekk Jóhan á Plógv høvið at vísa, hvat hann dugir. Og triðja og seinasta dystin vann Danmark á Noregi dysturin endaði 33 23, og í hesum dystinum var Jóhan á Plógv toppskorari við 5 málum. Tað var deiligt at sleppa at vísa seg fram, tað er jú ein hørð kapping um plássini, so tað er endiliga deiligt at vísa, hvør man er, sigur ein vælnøgdur Jóhan á Plógv um luttøkuna í Golden Leauge kappingini. Upprunaliga varð plássið ætlað Tim Sørensen, sum tó mátti geva avboð vegna trupulleikum við hælsinuni, og so sendi Nikolaj Jacobsen, landsliðsvenjari, boð eftir føroyinginum, sum gjørdist toppskjútti í seinasta dystinum. Tað er øgiliga ringt at kappast við teir, sum eru fastir á høgra vongi á danska landsliðnum. Hans Lindberg og Lasse Svan skiftast um plássið og spæla í Bundesligaini, sum er verðins besta liga. Teir eru ringir at kappast við, men vónandi steðga teir fyrr ella seinni, og tá skal onkur taka yvir. Vónandi verður tað eg, sigur Jóhan á Plógv, sum hevur slitið barnaskógvar sínar í hondbóltsfelagnum í Havn, Kyndil. Avleiðingar fyri Føroyar av Brexit, tað er, tá Bretland fer úr ES, verða kannaðar bæði í Danmark og í Føroyum. Tað sigur Poul Michelsen, landstýrismaður, í svari til Helga Abrahamsen, løgtingsmann. Stutt eftir bretsku fólkaatkvøðuna um Brexit setti danska uttanríkisráðið seg í samband við Uttanríkis og vinnumálaráðið í Føroyum og kunnaði um, at danska stjórnin hevði sett ein Brexit bólk við umboðum fyri øll stjórnarráðini. Sagt varð, at Føroyar skuldi fáa kunning um arbeiðið hjá bólkinum. Samband hevur javnan verið millum Brexit bólkarnar í Danmark og Føroyum. Bólkurin í Danmark kannar, hvørjar avleiðingar Brexit fær fyri mál, sum ikki eru yvirtikin, og fyri mál har ES skipanir eisini umfata Føroyar. Hjá Føroyum ræður fyrst og fremst um at fáa eitt gott samstarv við Bretland eftir Brexit, ikki minst góð og trygg viðurskifti á handilsøkinum, og fáa fiskiflotanum góða atgongd í bretskan sjógv. Uttanríkis og vinnumálaráðið leiðir arbeiðið hjá Brexit bólkinum, og fólk úr Fiskimálaráðnum, Løgmansskrivstovuni, Fíggjarmálaráðum og sendifólkini í London og Brússel eru partur av Brexit bólkinum. Doris J. Jensen, landsstýriskvinna í undirvísingarmálum, upplýsti á einum valfundi upp undir landstingsvalið 24. apríl, at tørvur verður á 300 lærarum í Grønlandi um tíggju ár. Hon segði, at tørvurin verður so stórur, tí læraraskúlin í Grønlandi hevur hert upptøkukrøvini. Tað merkir, at færri fáa læraraútbúgving, skrivar Sermitsiaq . Læraraskúlin ætlar at kanna kunnleikastigið hjá hjá lærarum, sum ikki hava útbúgving, og hvussu nógvir verða mettir at hava førleika at fara á læraraskúla. Tað eru fleiri bøkur um Gladiatordrongin, Hesar bøkur snúgva seg um søguliga tíðarskeiðið í gamla Rom. Og søgurnar verða sagdar, við smádreingjum sum høvuðspersónum. Decimus Rex verður saman við øðrum smádreingjum tikin til fanga og førdur til Rom at dystast í arenuni. Orsøkin er, at foreldur teirra standa í skuld til valdsharrarnir í Rom og tí verður avgjaldið eitt stríð um lív og deyða. David Grimstone skrivaði og Pauli Hansen týddi til føroyskt. Hjálmar Dam lesur og Finnur Hansen ger ljóðmyndina. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav í út 2011. Tað eru fleiri bøkur um Gladiatordrongin, Hesar bøkur snúgva seg um søguliga tíðarskeiðið í gamla Rom. Og søgurnar verða sagdar, við smádreingjum sum høvuðspersónum. Decimus Rex verður saman við øðrum smádreingjum tikin til fanga og førdur til Rom at dystast í arenuni. Orsøkin er, at foreldur teirra standa í skuld til valdsharrarnir í Rom og tí verður avgjaldið eitt stríð um lív og deyða. David Grimstone skrivaði og Pauli Hansen týddi til føroyskt. Hjálmar Dam lesur og Finnur Hansen ger ljóðmyndina. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav í út 2011. Føroysku kvinnurnar spældu seg tíðliga í 2017 víðari til HM undankappingina. Nú verður næsti dysturin hjá kvinnunum á heimavølli spældur, tá Føroyar taka ímóti Íslandi. Føroyar hava spælt og tapt ímóti øllum londum. 14.09.2017 Føroyar Kekkia 0 8 18.09.2017 Ísland Føroyar 8 0 24.10.2017 Týskland Føroyar 11 0 24.11.2017 Slovenia Føroyar 5 0 Kristianna Winther Poulsen í Javnaðarflokkinum vil hava at vita frá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í umhvørvismálum, um tað ber til at siga, hvaðani plastdálkingin í náttúruni stavar, og hvørji tiltøk kunnu setast í verk til tess at avmarka plastið, sum endar í náttúruni. Á hvørjum ári enda nógvar milliónir tons av plasti í havinum, og sambært forsøgnum verður nøgdin av plasti størri enn nøgdin av fiski í 2050. Føroyskar kanningar vísa, at alt størri nøgdir av plasti verða funnar í maganum á fugli, sum er eitt tekin um skaðiligu útbreiðsluna av plasti. Eisini vita vit, at stórar nøgdir av plasti enda í náttúruni í sambandi við ymiskt byggivirksemi, sigur Kristianna Winther Poulsen í viðmerkingunum til fyrispurningin. Tað er ikki langt síðani, at tað varð avdúkað, at greiningarfyritøkan Cambridge Analytica ólógliga hevði savnað saman persónligar dátur frá umleið 50 milliónum brúkarum. Talið varð tó seinni hækkað til 87 milliónir brúkarar. Í kjalarvørinum av hesari gølu hevur Facebook verið undir hvassum atfinningum frá politikarum og eygleiðarum kring allan hei minuttir. Eisini hevur Facebook hert trygdarátøkini á sosiala miðlinum. Tú kanst lesa um hesar broytingarnar her . Eitt av hesum átøkum er tá eisini at fortelja brúkarum, um teirra dátur eru fingnar til vega og misbrúktar. Sambært BBC fáa allir brúkarar á sosiala miðlinum tí eini boð klokkan 17 í dag. Umleið 87 milliónir brúkarar fáa í dag boðini um, at teirra upplýsingar eru fingnar til vega og misbrúktar av eitt nú greiningarfyritøkuni Cambridge Analytica. Restin, tað vil siga gott og væl 2,2 milliardir brúkarar, fáa eini boð og eina leinkju, ið vísir, júst hvørjar appir eru knýttar til kontuna. Sostatt verða allir brúkarar gjørdir varugur við, hvørjar upplýsingar hesar appirnar hava um tey. TV 2 skrivar millum annað, at 7 danskarar brúktu tí appina, sum Cambridge Analytica brúkti til at súgva dátur frá brúkarum. Tí at appin eisini fekk upplýsingar frá vinfólkum hjá brúkarum, ið brúktu appina, hevur fyritøkan sostatt fingið fatur á persónligum dátum frá umleið 41.820 danskarum. Tískil er tað neyvan nakar føroyingur, sum klokkan 17 fær at vita, at viðkomandi er millum tær 87 milliónirnar, hvør persónligu dátur eru misnýttar. Allarstørsti parturin av teimum 87 milliónunum eru amerikanarar, og greiningarfyritøkan Cambridge Analytice brúkti dáturnar til millum annað at ávirka forsetavalið í 2016, tá Trump gjørdist forseti. Tey, sum samrøða er við í sendingini í dag, eru Roymer Lamhauge Heðin Guttesen Tummas Nicolái Arge Dia á Lava Jørgin L tzen Jakobina Johannesen Jóannes Rubeksen Lars Jespersen Jóhann Mortensen Kristoffur Ósá Jógvan Eirikur L tzen Tað kostar 138.000 krónur um árið at geva øllum føroyingum atgongd til Meludia. Haraftrat hevur tað kostað umleið 150.000 krónur at seta skipanina í gongd á føroyskum. 76 ára gamli Lee er undir illgruna fyri at hava tikið í móti 11 milliardum won í mutri tað eru 8,3 milliónir evrur, tá hann varð valdur til forseta í 2012. Hann er undir illgruna fyri at hava koyrt pengar hjá fregnartænastuni í egnan lumma og fyri at hava tikið ímóti mutri frá í minsta lagi 5 persónum. Lee skal millum annað hava náað elektronikk risan, Samsung, og grundleggjaran, Lee Kun Hee, afturfyri at fáa mutur. Stjórin í Samsung hevði annars verið dømdur fyri skattaundandrátt. Sonur Lee Kun Hee, sum eisini er arvingur og varastjóri í Samsung, eitur Lee Jae Yong. Hann varð dømdur hálvt triðja ára fongsul fyri at hava givið Park Guen Hye, mutur. Park Guen Hye er eisini fyrrverandi forseti, og hon varð í síðstu viku dømd 24 ára fongsulsrevsing fyri valdsmisnýtslu, mutur og kúgan. Lee Myung Bak varð handtikin í mars. Hann noktar seg sekan, og hevur noktað at latið seg avhoyra. Hann sigur, at skuldsetingarnar eru politiskt motiveraðar. Verður 76 ára gamli Lee dømdur sekur í meira enn einari ákæru, er møguleiki fyri, at hann skal sita í fongsli restina av ævi síni, skriva suðurkoreiskir fjølmiðlar, sambært YLE. Xi Jinping, forseti, segði í talu í morgun, at hann fer at lækka tollin á innfluttum bilum. Hann fer eisini at linka reglurnar fyri útlendskan ognarskap í bilídnaðinum. Vit fara at minka tollin á innfluttum bilum munandi, og samstundis lækka vit tollin á øðrum vørum, segði hann á árliga búskaparfundinum, Boao. Xi lovar eisini, at Kina fer at hækka markið fyri, hvussu nógv útlendingar kunnu eiga í bilídnaðinum, og hann fer at seta ferð á arbeiði at lata upp fíggjargeira, sum Kina fyrr hevur lovað. Nú vandi er fyri, at handilskríggj kann bresta á millum Kina og USA, hevur amerikanski forsetin, Donald Trump, seinastu vikurnar hótt við at leggja toll á kinesiskar vørur fyri 3 milliardir dollarar. Kina hevur svarað aftur við líknandi hóttanum. Donald Trump hóttir við at áseta toll, tí hann er ónøgdur við skeivleikan í handlinum millum londini bæði. Hann leggur Kina undir ikki at virða intellektuellu rættindini hjá amerikonskum fyritøkum. Mikukvøldið klokkan 7 verður skipað fyri almennari móttøku í Bygdarhúsinum við Gjógv í sambandi við at komið er á mál at skráseta bøstykkini í bygdini. Tað er ein prinsipiellur spurningur, at tjóðarflogfelagið ætlar at byggja hotell, og tí hava vit boðsent landsstýrismanninum, sum varðar av Alantsflogi, í samráð um málið. Tað sigur Bjørt Samuelsen, forkvinna í vinnunevndini, sum vil hava Poul Michelsen, landsstýrismann í vinnumálum, at svara átta spurningum um hotell ætlanina hjá Atlantsflogi. Tað er jú fólkið og landið, sum eiga Atlantsflog, og vit halda tað er rætt, at um vit sum vinnunevnd hava nakar spurningar, so taka vit teir upp við landsstýrismannin, sigur Bjørt Samuelsen millum annað um at Atlantsflog fer at byggja gistingarhús í Havn. Vinnunevndin vil millum annað hava at vita, um hotellbygging samsvarar við viðtøkurnar hjá felagnum, og hvørjar avleiðingar tað fær fyri ferðaseðlaprísirnar, um íløgan gevur hall. Vit hava nakrar spurningar um hetta hvørjar avleiðingar kann tað fáa fyri ferðaseðlaprísir Vit halda og vænta framvegis at Atlantsflog ætlar at hava høvuðsfokus á at tryggja góðar og bíligar ferðaseðlar, sigur forkvinnan í Vinnunevndini. Tað er lætt hjá landsstýris og løgtingsfólkum at breggja sær av, at fyritíðarpensjónistar hava fingið fleiri pengar, tá kommunurnar standa við endan og skulu gjalda gildið. Tað segði Dennis Holm, formaður í Føroya Kommunufelag, á aðalfundinum hjá felagnum fríggjadagin. Hann vísti í formansrøðuni á, at landið fær 9,4 milliónir krónur burtur úr broytingini, men kommunurnar mugu gjalda 25,3 milliónir krónur. Fyritíðarpensjónistar fáa eisini eina viðbót, og ta viðbótina lækkaði landið við 21,9 milliónum krónum. Tí eru tað bara kommunurnar, sum rinda fyri broytingina. Løgmaður lovaði kommununum, at tær skuldu haldast skaðaleysar av broytingini, tí tær skuldu fáa pengarnar aftur, tá uppskotið um veiðigjaldið varð samtykt. Men uppskotið um veiðigjaldið er framvegis í Vinnunevndini, og nú verður tosað um, at tað er eingin trupulleiki, um uppskotið ikki verður samtykt í ár. Í farnu viku boðaði Facebook frá, at sosiali miðilin fór at seta nýggj trygdarátøk í verk. Eitt av hesum átøkum var at fyritøkan vildi fortelja øllum brúkarum hjá miðlinum, um teirra persónligu upplýsingar vóru fingnar til vega av greiningarfyritøkuna Cambridge Analytica. Cambridge Analytica fekk í 2014 fatur á dátum hjá gott 87 milliónum brúkarum, sum so vórðu brúktar til millum annað at ávirka amerikanska forsetavalið í 2016. Facebook kunngjørdi tí í farnu viku, at ætlanin var at gera hesir 87 milliónir brúkarar varugir við, at dátur teirra vóru misbrúktar. Allir hinir brúkarar á Facebook, tað vil siga gott og væl 2,2 milliardir, skuldu fáa eina leinkju til eitt yvirlit av appum, sum hava atgongd til tær einstøku konturnar. Á henda hátt skuldi tað verða skjótt og nemt hjá øllum brúkarum at tryggja dátur sínur enn meira. Men týsdagin 10. apríl eru boðini enn ikki komin, og tað er ikki bara í Føroyum. Á Twitter skriva brúkarar kring allan heimin, at teimum vanta at fáa eitt av teimum báðum boðunum, sum Facebook eftir øllum at døma skuldi kunngera tann 9. apríl. Meðan summi skriva, at boðini vóru at síggja á forsíðuni eftir innritan. Tað rakar snøgt sagt ikki teir, sigur Reiðarafelagið í hoyringarskrivi til Vinnunevndina hjá løgtinginum, sum viðger broytingar í nýggju lógini um fiskiskap. Ein lóg sum hendan eigur ikki at leggja seg út í arbeiðsmarknaðin og, hvussu hann skipar seg. Sama hvat Vinnunevndin heldur, skulu ósemjur um sáttmálan leggjast fyri gerðarrætt, sigur Reiðarafelagið. Ásetingin, sum løgtingið setti í lógina eftir uppskot frá Vinnunevndini, er so ógreið, at um ársskiftið var ivi, um Vørn kundi skriva út nýggj fiskiloyvi, tí at sáttmálin millum Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið varð sagdur upp. Nú mælir Fiskimálaráðið til at gera lógargreinina nágreiniligari, so fiskiloyvi ikki verða latin, uttan váttan er við umsóknini um, at viðurskiftini millum manning og reiðara er í lagi. Um so er, at fiskiskapurin ikki er í tílíkum sáttmála, skulu lønarviðurskiftini hjá skipara og manning í hvørjum einstøkum føri vera staðfest í skrivligari avtalu millum avvarðandi manningarfeløg og tann, sum hevur ábyrgdina av fiskifarinum. Fyri einum mánaði síðani vórðu hon og pápi hennara funnin uttan vit á einum beinki í Salisbury. Tey vóru bæði í lívsvanda, men nú er hon útskrivað, og pápin er ikki longur í lívsvanda. Russiskir myndugleikar hava biðið um at hitta hana, men tað verður neyvan av nøkrum, tí bretar leggja Russland undir at hava framt drápsroyndina. 33 ára gamla Julia kom saman við pápa sínum til Bretlands 3. mars dagin fyri at hon og pápin vórðu funnin við ongum viti á einum beinki í Salisbury. Løgreglan hevur illgruna um, at tey eru eitrað við einum sjáldsomum nervaeitri, sum tey fingu á seg, tá tey tóku í handtakið á úthurðini heima hjá pápanum í Salisbury. Tað hevur skund at eftirmeta eldraøkið, tí eldraøkið er ein stór byrða hjá kommununum, og vandi er fyri, at borgarar fara at fáa ymsa tænastu alt eftir, hvørjari kommunu tey búgva í. Tá ábyrgdin av eldraøkinum frá 1. januar í 2015 varð flutt til kommunurnar, varð samstundis gjørt av, at eldraøkið skuldi eftirmetast í 2020. Eftirmetingin skal fevna um afturberingarleistin, markamótini ímillum land og kommunur, kommunalu samstarvsøkini og mannagongdir, tá røktarkrevjandi borgarar flyta ímillum kommunurnar. Sambært felags tíðindaskrivi er talan um at menna eina røð av standard testum, sum við hátøkniligari útgerð skráseta hvønn metur, sum útvaldu svimjararnir svimja, við útgreining av øllum møguligum lutum so sum svimjigrein og ferð, armtakslongd, orku í avsetti og metrar svomnir undir vatni. Verkætlanin verður gjørt í samstarvi við granskingardepilin iNOVA og universitetið í Keypmannahavn, og hon fer at kosta 1,2 milliónir krónur tilsamans næstu fýra árini. Magni Mohr, ph.d. og lektari í Human Fysiologi á Fróðskaparsetri Føroya, og Nikolaj Nordsborg, ph.d. og lektari í Human Fysiologi á Københavns Universitet, standa á odda fyri verkætlanini saman við Juan Jaime Arroyo Toledo, sum er høvuðsvenjari hjá Ægi og ph.d. í ítróttarvísindum. Svimjisambandið fegnast um stuðulin frá FINA og metir átakið at vera eitt kærkomið stig á leiðini at skipa landsliðsarbeiðið við útgerð og royndum, sum kunnu hjálpa føroyskum svimjarum til enn betri úrslit. Talan er um 23 ára gamlan mann úr Marokko, sum hevur søkt um friðskjól í Finnlandi. Hann er ákærdur fyri í augustmánað í fjør at hava dripið tvey fólk við knívi og sært átta onnur á Salutorginum í Turku. Maðurin, Abder rahman Bouanane, greiddi í rættinum frá, at hann fór eftir tilvildarligum ofrum. Sambært løgregluni rópti hann Allahu Akbar Allað er stórur meðan hann høgdi fólk niður við knívi. Finska løgreglan sigur, at Bouanane tekur undir hugsjónunum hjá yvirgangsfelagsskapinum, IS, og at álopini í Turku vóru hevnd fyri, at lond í vesturheiminum bumbaði í Sýria í fjør. Føðideildirnar á Klaksvíkar og Suðuroyar sjúkrahúsi vórðu niðurlagdar fyri nøkrum árum síðani, og mong eru ikki fegin um hesa skipan, tí barnakonur noyðast til Havnar í góðari tíð, áðrenn tær skulu eiga, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir. Tí vil Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir í Fólkaflokkinum vita, um Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, ætlar at gera ein skipan, soleiðis at ljósmøður kunnu seta privatar føðistovur á stovn. Hon sigur, at eingin faklig forðing eigur at verða fyri, at barnakonur fáa privat tilboð, og eitt nú kundu verið skipaðar privatar føðistovur í Suðuroy og Norðoyggjum. Upphæddin, sum almenna sjúkrahúsverkið nýtir til hvørja barnakonu, kann verða goldin til privatu føðistovuna fyri barnakonurnar, sum eiga har. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir spyr eisini Sirið Stenberg, um hon ætlar at lata føðideildirnar á Klaksvíkar og Suðuroyar sjúkrahúsi uppaftur, um tað ikki ber til at lóggeva soleiðis, at privatar føðistovur kunnu fáa almennan stuðul til raksturin. Fyrstu 15 flogførini verða latin frá 2019 til 2021, og tey verða langtíðarleigað. Hini 35 flogførini verða latin av verksmiðjuni til 2023. Fólk hoyra ikki verri í dag enn fyri eini 10 árum síðani, men sum heild eru øll meira tilvitað um hoyrnina, sigur Jutta Helgadóttir. Tað er als ikki óvanligt, at ung fólk ynskja at fáa oyruni kannað, og tey eru ógvuliga tilvitað um at brúka hoyrivernd, tá eitt nú tónleikatiltøk eru, sigur Jutta Helgadóttir. Í morgunsendingini greiddi hon frá føroyingum og hoyrn, og harafturat fortaldi Allan Dalsgarð, hvussu tað er at hava niðursetta hoyrn. Vandi er fyri, at ov mong verða tikin inn á læraraútbúgvingina uttan vita, hvat krevst at fáa eina slíka útbúgving. Hetta er ikki leiðin at ganga, sigur formaðurin í grønlendska arbeiðsgevarafelagnum, Brian Buus Pedersen, við Sermitsiaq . Doris J. Jensen, landsstýriskvinna í undirvísingarmálum, segði á einum valfundi herfyri, at tørvur verður á 300 lærarum um 10 ár, verður ikki okkurt gjørt. Tað er einki høpi í at lækka upptøkukravið og so vænta, at fleiri lærarar verða útbúnir. Dentur eigur heldur at verða lagdur á at geva teimum ungum á miðnámi betri førleikar, sigur hann við Sermitsiaq. Dygdin í læraraútbúgvingini skal vera góð, og tey, sum fara undir útbúgvingina, skulu hava førleika til tess, sigur stjórin í grønlendska arbeiðsgevarafelagnum. Vit kunnu halda, hvat vit vilja um nýggju orðini, sum koma, men tey eru har og verða brúkt, og so ræður um at brúka tey rætt við rættari stavseting og røttum bendingarformi. Tað stendur í viðtøkunum í Prestafelagnum, at felagið umboðar øll andalig rák í fólkakirkjuni. Og tí skal tað vera pláss fyri ymiskum áskoðanum. Í sjónvarpssendingini, Gud signi Føroyar, snúði fjórði partur seg um fólkakirkjuna og serliga tað, at prestarnir eru av ymiskum áskoðanum. Onkrir eru konservativir, meðan aðrir vera hildnir at vera meira liberalir. Tað hava altíð verið ymiskir spurningar, sum prestar ikki eru á einum máli um. Eitt nú spurningin um kvinnuligar prestar, fólk sum eru fráskild og so framvegis. Og um 20 ár eru framvegis spurningar, sum prestar eru ósamdir í, sigur Teodor E. Dam Olsen. Tað, ið prestarnir eru samdir um, eru játtanarritini hjá fólkakirkjuni. Tá mann fer í smálutirnar, sum tó hava týdning fyri nógv einstøk fólk, tá er tað at ósemjurnar kanska kunnu koma, sigur Theodor E. Dam Olsen. Umleið 50 fólkaskúlalærarar eru í hesum døgum á skeiði, fyri at læra um nýggj amboð, sum næmingar og fólk annars, sum stríðast við orðblindni, kunnu brúka, fyri at lætta um gerandisdagin. Í næstum verður farið undir at fyrireika at bora Sandoyartunnilin, og í hesum sambandi kann verða neyðugt, at Ternan, sum annars røkir Nólsoyarleiðina, ger onkran eykatúr um Skopunarfjørð um náttina á sumri við farmi og akførum. Men eingin ætlan er um at keypa ella byggja eitt skip aftrat til Sandoyarsiglingina. Tað sigur Henrik Old, landsstýrismaður, í svari til Brand Sandoy í Fólkaflokkinum, sum hevur sett landsstýrismanninum skrivligan fyrispurning um siglingina um Skopunarfjørð. Brandur Sandoy segði í viðmerkingunum til spurningin, at landsstýrismaðurin í einum kjaki í Kringvarpinum fyrr í ár gav lyfti um, at Ternan skuldi setast í sigling um Skopunarfjørð í summar afturat Teistanum. Brandur Sandoy vísti eisini á, at um nýggj Nólsoyarferja varð bygd, hevði borið til at seta Ternuna í summarsigling á Sandoyarleiðini saman við Teistanum. Landsstýrismaðurin í samferðslumálum sigur, at nýggja bíleggingarskipanin á Gomlurætt riggar sum heild væl, og við neyðugum tillagingum fer hon at taka trýstið, sum verður í summar. Henrik Old sigur, at hann ætlar at arbeiða fyri, at eitt nú stórir bilar við farmi, ið hava fyri neyðini at sleppa skjótt um fjørðin, ikki fara aftur um í røðini í bíleggingarskipanini, um til dømis avlýsingar hava verið fyri veður. Á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandinum stendur, at føroyski hópurin hevur fyrireikað seg væl. Landsliðsvenjari, Pætur Smith Clementsen, hevur sett liðið, og tær sum byrja inni eru hesar Á bonkinum frá byrjan vera Monika Biskopstø, Birita Bergsdóttir Nielsen, Milja R. Simonsen, Margunn Lindholm, Rebekka E. Danielsen, Jacoba Langgaard og Guðrið Poulsen. Løgreglan sigur, at tveir bilar stoyttu saman, og síðani hava aðrir bilar eisini rent á hvør annan. Í hvussu er hava fimm bilar verið uppi í ferðsluhóhappinum. Føroyska flogsøgan tekur seg upp í árunum eftir Seinra heimsbardaga. Og í dagsins TemaTýsdegi varpa vit ljóð á føroyingar á flogi. Jógvan Arge hevur skrivað bókina í Føroyar í flogsøguniu, og saman við Jógvani seta vit orð á tíðarskeiðið frá Seinra heimsbardaga til 1970. At fáa føroyingum luft undir veingirnar var ein gamal dreymur, sum eydnaðist, tá Atlantic Airways fór á flog 28. mars 1988. Men hvør var tilgongdin Hesar og aðrar spurningar seta vit Lassa Klein, sum ivaleyst er landsstýrismaðurin, sum meiri enn nakar annar fekk føroyingum luft undir veingirnar. John Kruse lat herfyri úr hondum bókina Atlantsflog 30 ár. John, sum eisini var løgreglumaður á flogvøllinum í mong ár, vitjar útvarpsstovuna. Lars Larsen er ein av stóru undangongumonnunum, tá talan er um flogferðslu í Føroyum. Vit hava hitt Lars Larsen, og hann verður at hoyra í byrjanini av seinra hálvleiki. Fleiri og fleiri ferðast um Vága Floghavn. Vit spyrja nevndarforkvinnuna Kitty May Ellefsen um status og framtíð. Eisini fara vit at fregnast hjá stjóra Atlantic Airways Jóhonnu á Bergi, um eitt nú hvørjar ætlanir føroyska flogfelagið hevur framyvir. Annika Jespersen fór longu í 1979 á flog sum flogterna, og tá var hon í starvi hjá Maersk Air. Og stutt eftir at Atlantic Airways fór á flog, fekk hon starv hjá føroyska flogfelagnum. Vit tosa við Anniku um eitt nú broytingarnar í ferðamynstrinum og hvat tú leggur dent á, tá eitt nýtt flogfar verður innrættað. Tú kanst hoyra sendingina her Facebook gjørdi ikki nóg mikið til tess at forða fyri, at ein privat greiningarfyritøka brúkti persónligar upplýsingar hjá 87 milliónum Faceboook brúkarum. Tað harmist eg um, segði Zuckerberg. Hann segði, at Facebook er farin at kanna appir, sum sleppa fram at dátum hjá teimum, sum brúka Facebook. Tað fer at taka tíð at gera neyðugu broytingarnar. Men eg havi skyldu til at gera tað á rættan hátt, segði 33 ára gamli Zuckerberg. Stutt eftir, at hoyringin varð byrjað, hækkaði virðið á partabrævinum í Facebook 4,6 , og tað er tað mesta, síðani gølan kom undan kavi. Heri Mortensen, deildarstjóri hjá SEV, vísir á, at í Húsahaga er battarískipanin høvuðsorsøkin til, at so nógv elorka fæst burtur úr vindorkuni. Vit hava seinastu árini arbeitt miðvíst við, at kommunan skal verða ein grøn kommuna og taka ábyrgd, tá ræður at minka um orkunýtsluna og CO2 útlátið, sum stendst av orkunýtsluni í Vágs kommunu, sigur Dennis Holm, borgarstjóri. Ein orsøk til minkandi streymnýtsluna er, at minni streymur verður brúktur á reinsi og pumpuverkunum hjá kommununi, og harumframt verða nú brúktar LED perur til gøtuljós og onnur ljós hjá kommununi. Føroyski arbeiðsmarknaðurin er sundurbýttur, og tað er torført hjá kvinnum at sleppa inn á mannfólkaøki og hjá monnum at sleppa inn á konufólkaøki. Barsilsskipanin hevur eisini neiligar avleiðingar fyri javnstøðuna, tí pápar brúka bara sjey prosent av goldna foreldrafarloyvinum, sigur Javnstøðunevndin í ársfrágreiðingini. Tá talan er um privat viðurskifti, nevnir Javnstøðunevndin, at galdandi familjulóggáva og familjufyrisiting setur pápar í eina munandi verri støðu enn mammur. Jóna Nicolajsen, málverji, sigur, at kvinnurnar eru ónøgdar við úrslitið. Tvey av teimum fimm málunum, sum Ísland fekk, skuldu ikki havt sloppið í gjøgnum. Eitt 3 0 tap hevði verið góðtikið. Føroyar kláraði seg tó betur hesaferð enn seinast, tá tær spældu móti íslendsku kvinnunum. Tá taptu tær 8 0. Íslendska kvinnulandsliðið telist millum tjúgu tey bestu landsliðini í heiminum, og sambært Jónu Nicolajsen, so merkist tað væl, tá mann spælir móti teimum. Føroyska landsliðið er annars væl fyri í løtuni. Tær merkja eisini meira javnstøðu millum kvinnulandsliðið og manslandsliðið nú, tá ið kvinnurnar fáa dagpening, tá tær spæla dystir, og hugburðurin er broyttur, samstundis sum fleiri áskoðarar koma til dystir, sigur Jóna Nicolajsen. Í fyrstu atløgu verða kloakkirnar eystan fyri Havnará spulaðar, og kloakkirnar verða eisini filmaðar og kannaðar. Endamálið við at filma og kanna kloakkirnar er at síggja, hvørjum standi tær eru í, og hvørjar dagføringar kunnu gerast, sigur Marita Súsanna Hentze, verkfrøðingur á teknisku deild í Tórshavnar Kommunu, sum hevur ábyrgd av kloakkunum. Heini Eysturoy, býarverkfrøðingur í kommununi greiðir frá, hvussu kloakkskipanin hongur saman, og hvørjar ætlanirnar eru við kloakkreinsan í kommununi. Størsti trupulleikin av kloakklukti er privatur, og ikki nakað, sum kommunan eigur ábyrgd av, og tey bæði koma eisini við góðum ráðum til borgarar. Arbeiðið at spula kloakkirnar kann tarna ferðsluna nakað og tað kann eisini fara at lukta í kloakk inni hjá fólki og í nærumhvørvinum ein dag ella har á leið, eftir at rottangabilurin hevur verið har. Eitt oyðiblað er tí borið út í hvørt hús í grannalagnum, har arbeitt verður, sum sigur, hvussu mann skal fyrihalda seg. Allar tilnevningar eru vælkomnar, men ársins íverksetari skal hava víst árræði, dirvi og nýhugsan á onkran hátt, og skal hava vunnið sær pening við sínum arbeiði, sigur Bjartur Nolsøe, stjóri í íverksetarahúsinum. Tað ber eisini til at senda uppskot inn til ársins innovatión og íløgu. Undanfarnu tvey árini vóru eingin uppskot til ársins íløgu, og tískil fekk eingin tann heiðurin. Bjartur Nolsøe vónar, at tað koma uppskot inn í ár. Heiðurslønirnar verða latnar á ársins íverksetaradegi 11. mai í ár. Tá velur ein dómsnevnd, hvør fær heiðurslønirnar. Íverksetarar kunnu heinta sær nógvan íblástur henda dagin, tá millum annað kendi, danski íverksetarin Martin Thorborg hevur fyrilestur. Uppskot til ársins íverksetara, innovatión og íløgu skulu sendast á iverksetan iverksetan.fo. Pipar og Salt byrjaði fyri áleið 20 árum síðani, og undirtøkan fyri tí er framvegis stór. Pipar og Salt show ið hevur verið sýnt í Norðurlandahúsinum í ein mána og verður framvegis sýnt. Eykasýning aftaná eykasýning. Mett verður, at áleið 10.000 fólk hava sæð show ið. Jákup Veyhe og Sjúrður Skaale eru eldir, men Pipar og Salt svingar framvegis væl. Tað er niðurstøðan hjá Birgir Kruse og Rudolf Joensen, ið ummæla Pipar og Salt show ið, sum í løtuni gongur í Norðurlandahúsinum. Skótin í Bø var ein succ , stríðið ímillum bygdafólk og havnafólk riggar væl og gomlu figurarnar svinga framvegis væl, heldur Rudolf Joensen, ummælari. Tað er langt ímillum Pipar og Salt og satiru og skemt sum heild í Føroyum. Tað skal ikki undirmetast og er sera týdningarmikið, sigur Birgir Kruse, ummælari Málið er heilt greitt hjá okkum. Vit fara eftir greipuni. Tað sigur seg sjálvt, tá vit liggja so langt fremst nú grundspælið er liðugt og bara finalurnar eru eftir. Kristian Mikkelsen er diplomatiskur, tá hann leggur tekstin út, nú finalurnar í kvinnuflogbólti skulu spælast í morgin og leygardagin. Men talan er ikki um nakra lætta uppgávu, tí nú grundspælið er liðugt verður alt 0 stillað undan finaluni, og tí hava vit slett einki at geva av . Vit vita, at KÍF hevur eitt gott lið, og tær góvu okkum eisini ein skarpan gang í seinasta landskappingardystinum, sum vit leiktu í Kollafirði. Men hyggja vit eftir úrslitunum hjá teimum í ár, so síggja vit, at tær hava klárað seg sera væl á heimavølli og minni væl á útivølli. Kringvarpið stroymir finalurnar hjá kvinnum og monnum beinleiðis bæði hóskvøldið og leygardagin Hósdagin 12.04.2018 18.00 Fleyr KÍF kv. Hósdagin 12.04.2018 20.00 ÍF Mjølnir m. Leygardagin 12.04.2018 13.30 Fleyr KÍF kv. Leygardagin 12.04.2018 16.00 ÍF Mjølnir m. Tað stendur í uppskotinum til kunngerð um menningarkvotur av makreli, norðhavssild og svartkjafti, sum Høgni Hoydal hevur nú sent til hoyringar. Tað var politiskt órógv um hvussu stórar menningarkvoturnar skuldu verða, bæði í andstøðuni og í samgonguni. Millum annað var Hanna Jensen úr Framsókn óvuliga ivasom áðrenn álitið um nýggju lógina um sjófeingi var skrivað í fjør, men tók til endans undir við tí. Sambært upskotinum, er endamálið við menningarkvotum at fremja vinnuligar menningarætlanir kring landið og fyri fáa lut í eini menningarkvotu, skal eitt øki lúka minst eina av trimum treytum, sum eru at atgongdin til sjófeingi er avmarkað, arbeiðsloysið er lutfalsliga stórt ella at fólkatalið er støðugt minkandi. Kemur ein umsókn inn, sum vil fremja ein verkætlan í einum øki, sum lýkur eina av hesum treytum, so skal støða takast til í hvønn mun verkætlanin stuðlar uppundir til dømis virisøking, arbeiðsmøguleikum, nýskapan og samfelagsligari menning. Landafrøðiliga er einki økið í Føroyum undantikið í uppskotinum. Økini, har persónar og feløg kunnu søkja um at fáa eina menningarkvotu, eru tey sjey høvuðsøkini í landinum Suðuroy, Sandoy, Suðurstreymoy, Norðurstreymoy, Vágar, Eysturoy og Norðoyggjar. Søkjast kann eisini um eina menningarkvotu beinleiðis til eitt smærri øki, ið liggur í einum av hesum høvuðsøkjunum. Tá verður kvotan so luta serskilt til tað økið. Sambært uppskotinum, so kunnu menningarkvotur latast til verkætlanir, ið vara millum eitt og fýra ár. Av samlaðu nøgdini skulu tó í minsta lagið ein fjórðingur latast til verktætlanir, ið eru fyri eitt ár. Verður ein kvota latin til verkætlanir, ið vara meir enn eitt ár, so verður kvotan fyri annað, triðja og fjórða árið í lutfalli tað sama sum hon var fyrsta árið av samlaðu nøgdini. Tað verður ein metingarnevnd, ið skal taka støðu til tær umsóknir, ið koma inn, men tað er Fiskimálaráðið, ið tekur endaliga avgerð til innkomnar umsóknir, eftir tilmæli frá metingarnevndini. Tríggir limir skulu verða í metingarnevndini og tað er landsstýrismaðurin, ið tilnevnir limir og varalimir. Metingarnevndin skal setast saman av fólki, ið millum annað hava serkunnleika ella royndir við eitt nú økismenning, virking av fiski, sølu og fígging. Uppskotið er sent út til hoyringar í dag og freistin at lata inn hoyringsskriv er 24. apríl. Øll lond hava eina landafrøðiliga stødd. Føroyar eru 1399 ferkilometrar til støddar. Men øll lond hava eisini eina búskaparliga stødd. Henda verður ofta mett í sonvendum BTÚ, bruttotjóðarúrtøku. Trupulleikin er, at eingin veit, hvussu stórar Føroyar veruliga eru í búskaparligum høpi. Hetta gekk sjón fyri søgn í eini samrøðu, sum Dagur og Vika gjørdi við Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu tann 23. mars, tá ið búskaparfrøðingar í fíggjarmálaráðnum og búskaparráðnum togtogaðust um, hvussu stórur vøksturin í búskapinum er. Veruleikin er, at tað ber til at siga, júst hvussu stórur vøksturin er, og tað ber til at siga, júst hvussu stórar Føroyar eru. Tað verður gjørt í einum sonevndum Tjóðarroknskapi, sum bruttotjóðarúrtøkan er partur av. Men føroyski tjóðarroknskapurin hevur ikki verið dagførdur í fleiri ár. Bruttotjóðarúrtøka er virðisøking tilsamans í øllum privata og almenna geiranum ella á gerandismáli støddin á búskapinum. Gjaldsjavni er eisini partur av tjóðarroknskapinum. Hann vísir munin á skuld og ogn, sum Føroyar ella føroyingar hava uttanlands. Men fert tú á heimasíðuna hjá Hagstovuni er eingin dagførd bruttotjóðarúrtøka síðan 2015 og eingin dagførdur gjaldsjavni síðan 2012. Avleiðingarnar eru, at orðaskiftið um fíggjarviðurskifti og hvussu landið skal stýrast fíggjarpolitiskt, ikki er bygt á fakta, men á gitingar, sigur Jóannes Jacobsen, lektari í búskaparfrøði á Fróðskaparsetrinum. Til dømis, tá ið metingin hjá fíggjarmálaráðnum er ein onnur enn metingin hjá búskaparráðnum. Tað gongur væl í Føroyum, verður javnan sagt í almenna orðaskiftinum. Men hóast vit vita, at tað gongur væl, so vita vit ikki neyvt, júst hvussu tað gongur í tølum. Gilli Wardum, stjóri á Hagstovuni, sigur, at talan er um sera umráðandi hagtøl, sum fleiri stovnar, millum annað fíggjarmálaráðið, landsbankin, váðaráðið og búskaparráðið, altíð hava brúk fyri. Hagstovan hevur altíð arbeitt við búskaparhagtølum, eisini tjóðarroknskapi. Hóast Hagstovan hevur færri starvsfólk í dag enn fyri tveimum árum síðani, er hetta arbeiðsøkið ikki niðurraðfest og ein av okkara høvuðsraðfestingum er at koma á beint aftur á júst hesum hagtalsøkinum. Seinasta árið hevur verið arbeitt við at endurskoða flestu tøl aftur til 1998, og Gilli Wardum roknar við, at komið verður á mál við dagførdum tjóðarroknskapi til og við 2015 seinni í ár. Bogi Bech Jensen, rektari, hevur fingið at vita frá Landsverki, at starvsfólk og næmingar sleppa í nýggja bygningin í august mánaða. Rektarin hevur tó ikki fingið lovað, at næmingar og arbeiðsfólk fara at ganga um beinini á hvørjum øðrum. Tá Charles Darwin legði fram sítt ástøði um menningarlæruna í bókini Origin of Species frá 1859, byrjaði eitt drúgt stríð ímillum vísindafólk øðrumegin og kirkjuligar myndugleikar hinumegin. Læran um, at alt lív hevur ein felags uppruna, var ovboðið fyri kirkjuna. Og hóast nógv kirkjusamfeløg við tíðini hava góðtikið menningarlæruna, er hetta stríðið framvegis aktuelt. Í føroyska fólkaskúlanum er menningarlæran partur av námsætlanini í lívfrøði frá 7. flokki, og sambært lógini skulu frískúlar fylgja somu námsætlan sum fólkaskúlin. Men hvussu verður menningarlæran so borin fram í 7. flokki í frískúlanum hjá Kelduni Menningarlæran er í stríð við tað, sum Bíblian lýsir um skapanina. Vit læra næmingarnar at síggja tað út frá teimum kristnu virðunum, sigur Jastrid Høj, skúlastjóri. Vit vitja Gallarí Norðoy í Keypmannahavn, sum føroyska Kristianna Norðoy eigur og rekur. Vit fáa innlit í sniðgeving av brúkslutum, tá vit hitta arkitektin, Jóannes Petersen, ið hevur sniðgivi móttøkutallerkin, One hand plate. Eisini er eitt ummæli í sendingini í dag. Jógvan Isaksen ummælir yrkingasuituna OG eftir Oddfríða Marna Rasmussen, og vit hoyra eisini, hvat Oddfríður segði um savnið, tá tað kom út. Nýggjur heimildarfilmur við heitinum Zacharias hevur frumframførslu í Havnar Bio í kvøld klokkan 20.00. Birgir Kruse kemur á gátt at greiða frá um filmin, sum Teitur Árnason hevur gjørt. Og so fáa vit sum vant mikudagar nakrar klassiskar tónar at hoyra. Hetta eru næmingar, sum fella inn undir kategoriir av fýra sløgum SEN 1, 2, 3 og 4. Dømir um kategoriir eru um børnini bera motoriskt ella kensluligt brek, eru orð , ella talblind ella ikki hava føroyskt sum móðurmál, og hava fingið undirvísing í føroyskum í styttri tíðarskeið enn eitt ár. Hetta er ikki fyri at betra um úrslitið hjá Føroyum í PISA, men fyri at taka atlit til barnið, sigur stjórin á Námi, Eyðun Gaard. Hann er tó ímóti tílíkari kategorisering av børnum útfrá einum námfsfrøðiligum sjónarmiði, sigur hann. Foreldur, sum Kringvarpið hevur tosað, við óttast at barnið verður stigmatiserað, um tað ikki sleppur við til PISA kanningina, og koma í eina tvístøðu. Í Radaranum er orðaskifti um evnið millum Duritu Joensen, skúlastjóra á Skúlanum við Løkin, Vagn Foldbo, skúlastjóri á Skúlatrøð í Klaksvík og formannin í Føroya Lærarafelag, Herólv Jacobsen. Partafelagsskattur, sum vit kenna hann, fer í søguna innan 10 20 ár, tí lond kappast um at vera lágskatta lond, og á tann hátt lokka fleirtjóða fyritøkur til landið. ES er stórsti taparin í hesi kapping, tí nøkur av stórstu skattaskjólunum í heiminum eru innanfyri Evropafelagsskapin eitt nú Írland og Holland. Vit eiga at skatta allarríkastu fleirtjóða fyritøkurnar øðrvísi, heldur Ludvig Petersen Wier, sum skrivar PhD um skattaskjól og hevur kannað hvussu tað ávirkar heimsbúskapin at alt fleiri seta síni ovurhondsstóru yvirskot í lágskattalong. Í nógvar, nógvar øldir hildu tey allarflestu í vesturheiminum, at Bíblian var tann fremsta keldan til vitan. Men í 16. og 17. øld byrjaði tann vísindaliga kollveltingin at spíra í Evropa. Ein kollvelting, sum bjóðaði teirri kristnu heimsmyndini av og elvdi til samanbrestir ímillum vísindafólk øðrumegin og kirkjuligar myndugleikar hinumegin. Í hesum fimta partinum varpa vit ljós á markið ímillum trúgv og vísindi. Vit fara á grøðingarmøti at hitta fólk, sum trúgva uppá yvirnatúrlig undur, tá læknavísindin ikki røkkur. Og vit vitja ein kristnan frískúla, sum lærir sínar næmingar, at vísindaliga ástøðið um menningarlæruna hjá Charles Darwin er skeiv. Skripal sigur, at hon setur seg í sambandi við sendistovuna, um støðan broytist, og samstundis vísur hon aftur russiska illgrunan um, at hon verður hildin aftur í móti sínu vilja. Løgreglan hevur illgruna um, at tey eru eitrað við einum sjáldsomum nervaeitri, sum tey fingu á seg, tá tey tóku í handtakið á úthurðini heima hjá pápanum í Salisbury. Hildið verður, at nervaeitrið, novichok, sum er framleitt í Russlandi, er smurt á handtakið. Russiska sendistovan í Bretlandi hevur kravt at sleppa at hitta Juliu Skripal, eftir at hon týsdagin varð útskrivað frá sjúkrahúsi. Wienar millumtjóðasáttmálin gevur tó ikki statum rætt til at fáa atgongd til sínar borgarar, sum verða hildnir aftur í móti sínum vilja. Samtyktin gevur hinvegin persónum rætt til at fáa hjálp frá landsins umboðum. Men henda rættin hevur Julia Skripal frábiðið sær í løtuni. Eg havi vinir og familju, og eg havi fingið kontaktupplýsingar til ávísar persónar á sendistovuni, sum eg kann seg meg í sambandi við, um støðan broytist, skrivar Skripal. Julia Skripal vísir aftur tíðindini, sum systkinabarn hennara, Victoria, hevur borið í russiskum fjølmiðlum um, at hon ætlar at søkja um politiskt friðskjól men ikki í hvørjum landi. Tað, sum hon sigur og heldur, stendur fyri hennara rokning. Tíðindini koma hvørki frá mær ella pápa mínum, skrivar Julia Skripal. Eg takki Victoriu fyri hennara umhugsni, men tær nýtist ikki longur at seta teg í samband við meg ella vitja meg longur, skrivar Skripal, sambært YLE. Meirilutin í Fíggjanevndini tekur undir við landsstýrinum, men vil tó hava málið lýst so neyvt sum gjørligt, áðrenn niðurstøða verður gjørd fyri at tryggja sær, at kostnaðarmetingin heldur. Lógaruppskotið um byggingina, sum kom í tingið fyrst í november í fjør, sigur í mesta lagi 13,7 milliónir krónur. Fíggjarliga heimildin er í fíggjarlógini fyri 2018. Hendan váðan tekur landskassin á seg, um tað almenna byggir. Um tað privata byggir, liggur allur váðin uttan fyri landskassan, sigur andstøðan. Smápartafelagið Fastogn í Miðvági bjóðar Sjóvinnustýrinum sama bygning í Miðvági, bygningin hjá Oilwind, sum Sjóvinnustýrið annars rýmdi úr í mai 2016, tí hann var so vánaligur. Í brævi til Fíggjarnevndina bjóðar Fastogn sær til at útbyggja, umvæla og dagføra bygningin og síðani leiga og selja landinum hann. Tíverri er tað reglan heldur enn undantakið, at byggiskráin ikki er klár, tá uppskot um almenna bygging fáa fyrstu viðgerð í løgtinginum. Hetta er galdandi fyri flestu uppskotini um bygging, sum eru í tinginum í løtuni. Meirilutin í Fíggjarnevndini hjá løgtinginum finst at Landsstýrinum fyri ikki at lurta eftir løgtingsgrannskoðarunum, Landsverki og Fíggjarnevndini. Løgtingsgrannskoðararnir løgdu á vári 2014 fram uppskot til samtyktar um at leggja frágreiðing fyri løgtingið um átøk og møgulig uppskot um lógarbroytingar, sum skulu tryggja greiða leiðslu, ábyrgd og útinnan í almennum byggiætlanum. Í tí sambandi tók Fíggjarnevndin, sum var tá, undir við tilmælinum frá Landsverki um, at skipanaruppskot skal vera til taks, tá verklagslógir verða lagdar fyri tingið. Skipanaruppskotið er næsta stigið eftir byggiskránna. Hetta verður tó ikki gjørt, sigur meirilutin í Fíggjarnevndini, sum hevur viðgjørt byggingina til Sjóvinnustýrið. Í tí málinum er byggiskráin latin Fíggjarnevndini eftir fyrstu viðgerð, men enn er einki skipanaruppskot komið. Meirilutin heldur, at Landsstýrið í seinasta lagi í heyst skal geva løgtinginum frágreiðing við grundgevingum fyri, hví landsstýrið móti tilmælinum hjá Landsverki og niðurstøðuni hjá Fíggjarnevndini, leggur verklagslógir uttan byggiskrá og skipanaruppskot fyri løgtingið. Ein frágreiðing er helst tann, at løgtingsnevndin vil hava málið lýst so neyvt sum gjørligt, áðrenn niðurstøða verður gjørd fyri at tryggja sær, at kostnaðarmetingin hjá landsstýrinum heldur. Landsstýrið hinvegin vil tryggja sær heimildina at byggja, áðrenn ov nógv orka verður brúkt til at fyrireika eina verkætlan, sum í prinsippinum kann fella í løgtinginum. Eisini heldur meirilutin í Fíggjarnevndini, at landsstýrið eigur at endurskoða leistin, har avvarðandi aðalráð eigur bygningin, men Landsverk er byggiharri. Meirilutin í Fíggjarnevndini sigur, at greiðar ábendingar eru um, at hetta tvíbýtið av ábyrgdini hevur ikki gagnað byggiverkætlanunum hjá landinum. Føroysku prestarnir sita langt frá hvørjum øðrum, og dagligi arbeiðssetningurin ger tað ofta trupult at hittast sosialt, sigur Uni Næss. Tí er tað umráðandi at vit styrkja okkara sosiala samanhald, og tað er ein av ætlanunum við námsferðini. Námsferðin hevur tvinni endamál, eitt fakligt og eitt sosialt. Innan øll arbeiðsøki er tað vituligt, at tað sosiala i mongum førum hevur eins stóran týdning og tað fakliga. Tað er tað sosiala, ið ber tað fakliga, og tað er tað fakliga, ið gevur tí sosiala virðisgrundarlagið og síni sjálvsøgdu rættindi á einum arbeiðsplássi. Nú fer Kommunula Eftirlitið eisini at kunna seta í verk tiltøk móti samstarvi hjá kommunum, og ikki bara móti einstøkum kommunum, kommunustýrum og kommunustýrislimum. Uppskotið um lógarbroytingina kom, eftir at Løgtingsins umboðsmaður og Innlendismálaráðið funnust hvassliga at stýrinum fyri Økistænastuna í Sandoyar sýslu, tá tað setti leiðara í 2015. Hóast Innlendismálaráðið fanst at stýrinum, fekk tað einki gjørt, tí lógin hevur, sum nú er, onga heimild til at fara eftir kommununalum samstørvum bara eftir einstøkum kommunum. Innlendismálaráðið, har Kommunala Eftirlitið er, kann sambært lógaruppskotinum ógilda avgerðina hjá einum kommununalum samstarvi, fyribils taka avgerðina av, áleggja kommunustýrislimum tvingsilssektir og saksøkja eftir endurgjaldi, um Innlendismálaráðið ikki góðtekur eina avgerð hjá kommunalum samstarvi. Stjórin fyri Facebook, Mark Zuckerberg, avdúkaði fyri amerikonsku kongressini, at hann er ein av 87 miljónum brúkarum, hvørs persónligu dátur eru endaðar hjá Cambridge Analytica. Upplýsingarnar vísa, at sjálvt ikki stjórin sjálvur kann verja persónligu upplýsingar sínar og forða øðrum at brúka tær. Amerikanska kongressin legði trýst á milliardingin og spurdi, um persónligar upplýsingar hjá honum vórðu misbrúktar. Zuckerberg svaraði ja, uttan at koma nærri inná tað. Zuckerberg vardi ferð eftir ferð seg sjálvan og segði, at tey, sum brúka Facebook, sjálv hava ræðið á sínum dátum og gera av, hvat tey deila við onnur. Fyritøkan hevur 200 starvsfólk, sum arbeiða á 30 ymiskum málum fyri at forða fyri spjaðing av radikaliserings og yvirgangs propagangda. Hetta verður gjørt av trygdarávum, sigur Zuckerberg. Hann kundi tó ikki svara, hvussu ein persónur, sum ikki brúkar Facebook, kann sletta hesar upplýsingar, sum Facebook nú liggur inni við. Tíðin var ov stutt til at seta uppfylgjandi spurningar, og summir kongresslimir løgdu Zuckerberg undir fer eftir fer at siga innlærdar setningar um, hvussu tey virðismeta privatu upplýsingarnar hjá brúkarum, skriva AP og Reuters. Samgongan og Kristin Michelsen taka undir við Sonju Jógvansdóttur, uttanflokkatingkvinnu, sum í oktober í fjør legði fram uppskot um lóg um at banna mismuni og at tryggja javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum. Eisini fegnast meirilutin um, at fólk, sum bera brek og hava kroniskar sjúkur, fáa betri amboð at verða verandi á arbeiðsmarknaðinum. Minnilutin í Rættarnevndini mælir løgtinginum frá at samtykkja uppskotið. Minnilutin heldur ikki, at lógaruppskotið er nóg gjøgnumarbeitt og fullfíggjað. Landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum eigur saman við pørtunum á arbeiðsmarknaðinum at gera tílíkt lógaruppskot, sigur minnilutin, andstøðan, í rættarnevndini. Endamálið við lógini er at banna mismuni á arbeiðsmarknaðinum vegna rasu, húðarlit, átrúnað ella trúgv, politiska áskoðan, kyn, kynsligan samleika, kynsliga sannføring, aldur, brek ella tjóðskaparligun, sosialan ella fólkaeyðkenniligan uppruna. Sambært lógaruppskotinum merkir javnviðgerð, at beinleiðis ella óbeinleiðis mismunur ikki skal gerast á løntakarum, serliga skal hugsast um barnsburð og familjustøðu annars. Sjúrður Hammer, Ph.D. í lívfrøði og granskari á Havstovuni, er játtandi kristin, og hann heldur, at tað ikki er andsøgn millum kristindómin og menningarlæruna. Hetta kemur til sjóndar í fimta partinum í sjónvarpsrøðini Gud signi Føroyar, sum kemur á skíggjan í kvøld. Í somu sending sigur Jastrid Høj, skúlastjóri í frískúlanum hjá Kelduni, at menningarlæran er í stríð við bíbilsku skapanarsøguna, og hetta fáa næmingarnir at vita í undirvísingini í lívfrøði í skúlanum hjá Kelduni. Sí brot við Jastrid Høj her . Vit skulu vera varin við at gera kristnu trúnna til grin og halda fast um eina barnsliga og banala tulking av Bíbliuni, sigur Sjúrður Hammer. Tá Charles Darwin legði fram sítt ástøði um menningarlæruna í bókini Origin of Species frá 1859, byrjaði eitt drúgt stríð ímillum vísindafólk øðrumegin og kirkjuligar myndugleikar hinumegin. Læran um, at alt lív hevur ein felags uppruna, og at alt lív hevur ment seg ígjøgnum milliardir av árum, var ovboðið fyri kirkjuna. Og hóast nógv kirkjusamfeløg við tíðini hava góðtikið menningarlæruna, er hetta stríðið framvegis aktuelt. Samgongan tekur undir við uppskotinum hjá Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu. Og tað gera Sambandsflokkurin og Sonja Jógvansdóttir eisini. Minnilutin í nevndini, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir í Fólkaflokkinum og Jenis av Rana í Miðflokkinum, taka eisini undir við broytingunum, tó halda tey, at reglurnar í leigulógini skulu vera galdandi fyri øll, sum fólk leiga saman við. Tey skjóta tí upp at broyta orðið parlag í uppskotinum til tann, sum leigarin býr saman við. Tað eigur ikki at vera treyt, at fólk búgva saman í parlagi, tá tey leiga. Men síðani Bústaðir komu, er brúk fyri broytingum, sigur landsstýrið. Broytingarnar í leigulógini skulu tryggja meiri skipaðan leigumarknað og í størri mun taka atlit til vinnuligar útleigarar. Eitt nú er uppsagnarfreistin í uppskotinum broytt úr einum upp í tríggjar mánaðir. Leigarin skal vera úti 14 dagar áðrenn uppsagnarfreistin er úti. Tilflytingin úr Danmark er størsta orsøkin til, at undirskotið av kvinnum í føroyska samfelagnum er minkað seinastu árini. Men vøksturin millum kvinnur í suðureysturasia hjálpir eisini væl til. Á triðja og fjórða plássi liggja kvinnur føddar í Noregi og Serbia og Montenegro, men har er vøksturin bara 13 kvinnur frá 2010 til 2017. Kvinnur búsitandi í Føroyum skift á føðiland 10 størstu broytingarnar í tølum Land 2010 2017 Broyting Føroyar 20895 21199 304 Danmark 1517 1748 231 Filipsoyggjar 45 149 104 Tailand 60 106 46 Noreg 85 98 13 Serbia og Montenegro 9 22 13 Bretland 50 61 11 Grønland 91 101 10 Kenja 2 11 9 Kina 14 23 9 Boðini úr Hvítu Húsunum eru tey, at endalig støða er ikki tikin enn, men USA heldur, at Sýria og Russland hava ábyrgdina av álopinum. Bæði londini vísa staðiliga aftur, at so skal vera. Nationala trygdarráðið í USA hevur fund um støðuna í dag, og bretski forsætisráðharrin, Theresa May, hevur kallað saman til eyka stjórnarfund um støðuna. Bjargingarfólk og heilsustarvsfólk, sum vóru í Douma í Sýria, tá álopið var, siga, at mong lótu lív, at uppreistrardeildir tá høvdu ræðið har, og at sjúkueyðkennini bóru brá av, at eiturevni høvdu verið brúkt. Sýriskar stjórnardeildir hava síðani fingið fult vald í býnum Douma og í øllum eystur Ghouta. Hetta verður mett at vera ein seinasti skansi hjá fíggindum Assads. At sýriska flaggið veitrar yvir einum bygningi í Douma er tekin um vald har og sostatt í øllum Ghouta, sigur Juri Jevtusjenko, russiskur herovasti við russiskar tíðindastovur sambært Reuters. Meira enn 13.500 uppreistrarfólk og familjur teirra eru farin úr Douma seinasta mánaðin, skrivar AP. Russiska verjumálaráðið sigur, at 1.500 uppreistrarfólk eru farin úr býnum seinastu 24 tímarnar. Douma er eystanfyri høvuðsstaðin Damaskus, og tað var har, at fleiri tíggjutals fólk leygardagin lótu lív í tí, sum sagt verður var eitt evnafrøðiligt álop. Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur sagt, at Sýria og Russland hava ábyrgd av álopinum í Douma. Talskvinnan í Hvítu húsunum, Sarah Sanders, segði í gjárkvøldið, at støða er enn ikki tikin til, hvussu svarað verður aftur. Henda viðmerkingin tykist rógva afturá aftur tað, sum Trump skrivaði í gjár á Twitter, har hann ávaraði Russland og bað tey verða til reiðar til smartar og framkomnar rakettir í Sýria. USA, Frakland og Bretland eru samd um at arbeiða saman, og hildið verður, at tey fyrireika álop, sum aftursvar til álopið leygardagin. James Mattis, amerikanskur verjumálaráðharri, sigur, at USA framvegis viðger evnafrøðiliga álopið, men Mattis legði afturat, at herurin stendur tilreiðar at leypa á, um forsetin metir, at tað er besta loysnin. Men kelda í ovastu leiðsluni sigur við redaktørin hjá BBC í Norður Amerika, Jon Sopel, at okkurt slag av hernaðarligum álopi verður helst nú um vikuskiftið. Trygdarráðið í ST fær einki gjørt við støðuna, tí Russland hevur brúkt sín sýtingarrætt og noktar fyri at seta kanningar í verk av møguligari kemiskari vápnanýtslu, og USA hevur somuleiðis brúkt sín sýtingarrætt at verða fyri einum líknandi russiskum uppskoti í trygdarráðnum. Altjóða eftirlitsstovnurin fyri banni av evnafrøðiligum vápnum, hann eitur OPCW, hevur sagt, at teirra fólk eru á veg til Douma, men ógreitt er, nær og hvørji prógv munnu vera á staðnum enn. Pensjónsnýskipaninin er bjargað og komin undir land. Kristin Michelsen í Fíggjarnevndini og Sonja Jógvansdóttir í Trivnaðarnevndini taka undir við pensjónsnýskipanini. Tað ger samgongan í Fíggjarnevndini og Trivnaðarnevndini eisini. Álitini úr teimum báðum nevndunum komu í gjár. Meirilutarnir í nevndunum mæla tó til at hækka inntøkuna, sum skal mótroknast í pensjónini, úr 45.000 krónur upp í 60.000 krónur. Broytingaruppskotið hjá teimum er, at grundupphæddin fyri fólkapensjónistar, føddir eftir 31.desember 1952, verður mótrokningarfrí í aðrari árligari inntøku upp til 60.000 krónur. Andstøðufólkini í Fíggjarnevndini og í Trivnaðarnevndini mæla tinginum frá at samtykkja fimm uppskot um pensjónsnýskipanina, men tí sætta kann andstøðan í Trivnaðanevndini taka undir við, um nakrar grundleggjandi broytingar verða gjørdar í tí. Minnilutin, tað er andstøðan í Trivnaðarnevndini, tekur ikki undir við, at pensjónsaldurin hækkar og grundupphæddin og viðbótin í fólkapensjónini lækka. Sambært kommuni er talan um sokallað intelligent ferðsluljós, skilt á tann hátt, at ljósini verða stýrd í mun til ferðsluna. Radarar eru á mastrunum, sum síggja bilarnar, sum koyra eftir vegnum úr øllum ættum. Ein stýrisskipan roknar so út, hvussu ferðslan best kann avgreiðast. Eisini kunnu ljósini stýrast tíðaravmarkað. Tíðarstýring verður einamest nýtt, tá mesta ferðslan er á morgni og seint seinnapartin. Mong eru tey, ið brúka nógva tíð av degnum at bíða júst har, og Tórshavnar kommuna vónar, at ferðsluljósið loysir ein stóran part av ruðuleikanum, sum valdar av nógvu ferðsluni hvønn dag. Næsta stig, um tørvur vísir seg at vera, er at breiðka vegamótið, so at betur pláss er til bæði vinstra og høgrasvingskoyribreytir. Kommunan skrivar, at hetta er munandi bíligari loysn í mun til at gera eina rundkoyring. Væntandi kosta ferðsluljósini hálva millión, meðan ein rundkoyring kostar slakar 15 milliónir, stendur á heimasíðuni. Ert tú fyrst komin inn í føroyska nevndarnetverkið, eru tað stór sannlíkindi fyri, at tú verður vald ella valdur at sita í øðrum nevndarsessum. Hetta er ein av eygleiðingunum, sum Sveinur Tróndarson hevur gjørt í sambandi við eina stóra uppgáva á Setrinum um føroyska nevndarnetverkið. Tá hugt verður eftir, hvørji fólkini eru, sum sita í ymiskum nevndum, sæst eitt mynstur. Tað eru nøkuyr fólk, sum eru títtari í nevndum enn onnur, sigur Sveinur Tróndarson, ið lesur politikk og umsiting. Tað er als ikki ónatúrligt, at tað er so, tí hvønn velur tú at samstarva við Tað eru jú fólk tú kennir frammanundan. Og tí kann mann siga, at kemur tú fyrst inn í eitt slíkt netverk, so hevur tú lætt við at verða endurvald ella endurvaldur, sigur Sveinur Tróndarson. Sambært honum er torført at tosa um fyrimunir og vansar við at hava eitt nevndarnetverk sum tað føroyska, har somu fólkini ganga aftur. Tað kann blíva eitt problem, um ein persónum er í 100 nevndum og ikki megnar allar uppgávurnar, men nevndir eru ymiskar og arbeiðssetningurin er eisini ymiskur, alt eftir hvørja nevnd talan er um, sigur Sveinur Tróndarson. Eg eri nøgdur við tætta samstarvið, sum er millum Frakland, Bretland og USA um, hvat skal gerast. Tað er eftir øllum at døma ikki bara Trump, og eg eri hampiliga tryggur við, at kemur eitt átak, so verður tað gjøgnumhugsað og ikki bara sum eitt impulsivt aftursvar. Og Danmark stuðlar heilt víst hesum trimum NATO londunum, sigur danski forsætisráðharrin. At brúka kemisk vápn móti sínum egna fólki er ikki fyri mark. Og tað var tað heldur ikki, tá Sýria brúkti evnafrøðilig vápn fyrstu ferð. Men tá gjørdi Obama, forseti einki. Seinast, tá aftur varð farið um hetta markið, lá Trump ikki á boðunum, og tá rósti eg honum. Tað haldi eg, at grund er til at gera, sigur forsætisráðharrin, sum samstundis sigur, at Danmark ikki skal vera við í hernaðarligum átøkum. Men vit standa røttu megin í hesum stríðnum. Tað gera vit í stríðnum móti Islamskum Stati, har vit eru sera virkin, og tað gera vit eisini í stríðnum móti Assad og stýri hansara, sigur Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðhari, við DR. Nevndin sigur, at nýggja kappingarstøðan hevði neiliga ávirkan á raksturin hjá felagnum í fjør, millum annað tí at ferðaseðlaprísirnir eru lækkaðir. Tó høvdu meiri leiguflúgving og sølan av seinasta flogfarinum, sum felagið nýtti, áðrenn farið var at nýta Airbus flogfør burturav, jaliga ávirkan á úrslitið. Inntøkurnar hjá Atlantsflogi minkaðu úr 524 niður í 515 milliónir krónur í 2017. Gjaldførið vaks níggju milliónir, upp í 139 milliónir krónur. Atlantsflog sigur, at stundvísið er nógv batnað. Í 87 av øllum fráferðum varð flogið rættstundis, og tá er seinkingin minni enn 15 minuttir. Útboðið av ferðaseðlum hevur ongantíð verið størri enn nú, og tað fer eisini at vaksa, tá Atlantsflog næsta ár fær eitt nýtt Airbus 20neo í flotan. Atlantsflog og L V fara at byggja gistingarhús í Havn. Gistingarhúsið fer at hava 130 kømur, og tað skal eftir ætlan takast í nýtslu fyrra hálvár í 2020. Samgonguflokkarnir og Miðflokkurin í fíggjarnevndini taka undir við uppskotinum hjá Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu, um at byggja vardar bústaðir og búheim og umlættingarheim í Havn til børn og ung við autismu. Talan er um tveir vardar bústaðir til fólk við menningartarni, sum fara at hava umleið 36 búpláss. Sambært uppskotinum skulu hesir bústaðirnar kosta í mesta lagi 58 milliónir krónur. Búheimið og umlættingarheimið til børn og ung við autismu skal hava seks búpláss og seks umlættingarpláss umframt eitt dagtilboð til umleið 15 børn og ung. Byggikostnaðurin kann í mesta lagi vera 29 milliónir krónur. Hesi trý lógaruppskotini eru liður í samlaðu íløguætlanini hjá landsstýriskvinnuni í almannamálum frá 2017 til 2022, um at fáa til vega betri og tíðarhóskandi bústaðir til fólk við serligum tørvi. Og vitjað verður á einum kristnan frískúla, sum vrakar menningarlæruna hjá Charles Darwin, tí hon er í stríð við bíbilsku skapanarsøguna. Kanningin er gjørd í samstarvi við greiningarfyritøkuna Lóður. Hon varð gjørd á sumri í 2017, og 532 tilvildarliga vald fólk ímillum 15 og 75 ár luttóku. Sum fimti parturin í sjónvarpsrøðini Gud signi Føroyar avdúkaði, hevur ein av spurningunum til endamáls at kanna, hvat føroyingar halda um menningarlæruna, sum upprunaliga varð sett fram av Charles Darwin í 1859. Tað vil siga læran um, at alt lív hevur ein felags uppruna, og at alt lív hevur ment seg ígjøgnum milliardir av árum. Kanningin spurdi 1. Nøkur fólk verða nevnd kreationistar og trúgva, at menniskjan varð skapt av Gudi ella eini hægri makt. Hesi trúgva ikki, at menniskjan er vorðin til yvir drúgva tíð og at menniskju og eitt nú apur hava sama uppruna 2. Nøkur fólk verða nevnd evolutionistar og trúgva, at menniskjan er vorðin til yvir drúgva tíð við menning frá einum slagi til eitt annað tað vil siga at til dømis apur og menniskju hava sama uppruna Tann størsti bólkurin, 52 , siga seg vera kreationistar og trúgva, at menniskjan varð skapt av Gudi ella eini hægri makt. Hesi trúgva ikki, at menniskjan er vorðin til yvir drúgva tíð, og at menniskju og eitt nú apur hava sama uppruna. 21 siga seg vera evolutionistar og halda, at menniskjan er vorðin til yvir drúgva tíð við menning frá einum slagi til eitt annað tað vil siga at til dømis apur og menniskju hava sama uppruna . Eins og í undanfarnum sendingum var ein ávísur munur á økjunum kring landið hóast hesin munurin hevur verið størri í mun til aðrar spurningar. Í Norðoyggjum og Eysturoynni hildu 62 , at menniskjan er skapt av Gudi, og at menningarlæran ikki er sonn. Í høvuðsstaðarøkinum svara 40 , at menniskjan er skapt av Gudi ella einum hægri mátti, og at menniskjan ikki er eitt úrslit av evolutión. Helmingurin av føroyingum vrakar menningarlæruna, sum upprunaliga varð sett fram av Charles Darwin í 1859. Menningarlæran er læran um, at alt lív hevur ein felags uppruna, og at alt lív hevur ment seg ígjøgnum milliardir av árum. Mótstøðan ímóti menningarlæruni verður staðfest í eini kanning um trúgv og lívsáskoðan, sum Kringvarpið hevur gjørt saman við greiningarfyritøkuni Lóður í sambandi við nýggju sjónvarpsrøðina Gud signi Føroyar. Fyri at kunna samanbera við onnur lond er hesin spurningurin umsettur orð fyri orð eftir eini altjóða kanning hjá stóru ensku hagtalsfyritøkuni Ipsos Mori. 23 lond úr øllum heimspørtum luttóku, og tá vit koyra Føroyar inn í kanningina, sæst, at Føroyar eru millum tey londini í heiminum, har flest fólk vraka menningarlæruna og halda, at gud skapti menniskjuni. Tað hevur verið nógv tosað um, hvussu ferðslan skal skipast, tá ið Eysturoyartunnilin verður tikin í nýtslu. Hvussu skal ferðslan skipast í Suðurstreymi, og hvussu skal hon skipast eysturoyarmegin. Armgarð Steinhólm, leiðari á Deildini fyri Infrakervi hjá Landsverki, greiðir í sendingini frá, hvør loysn Landsverk heldur vera ta bestu. 50.750 fólk búðu í Føroyum 1. mars í ár. Tað er ikki meira enn gott ár síðani, at vit fóru upp um 50.000 og heldur verandi gongd fram, verða vit 51.000 á Ólavsøku. Tað sær út til, at fólkavøksturin heldur fram, ella ger hann Hans Pauli Strøm, sosiologur, greinar fólkavøksturin. Nú kunnu allir føroyingar, sum hava hug, fáa ókeypis tónleikalæru á netinum á føroyskum. Sunleif Rasmussen, komponistir, greiðir frá forritinum Meludia. Hósdagsgesturin í dag er Tóra Effersøe Mortensen, nýggi blaðstjórin á Kvinnu, nú hennara fyrsta blaðútgáva er farin til prentingar. Hvør ræður í samfelagnum. Hvør og hvat slag situr í flestu nevndunum. Og hvat kunnu vit brúka ta vitanina til. Tað verður tosað um síðst í sendingini, har at phd sosiologarnar Christoph Ellersgaard og Anton Grau Larsen, ið hava skrivað bókina Magteliten, og Svein Tróndarson, ið hevur sett nøvn á persónarnar innast í nevndarnetverkinum í Føroyum, greiða frá. Lítlibeiggi Jessicu Hallursdóttir, 14 ára gamli Alex, er aspergari. Jessica greiðir í hesi samrøðu frá, hvussu lívið hjá teimum hevur verið, hvørjar avbjóðingar tey hava møtt á vegnum, og gevur hon eisini ráð um, hvussu vit eiga at bera okkum at, tá vit eru saman við fólki, ið eru autistar, aspergarar ella hava aðra líknandi diagnosu. Tórstein Madsen varð staðfestur aspergari, tá hann var 14 ára gamal. Hann greiðir her frá, hvussu hann minnist síni barna og skúlaár, og hví hann altíð kendi seg so øðrvísi enn hini. Elin í Stórustovu hitti Tórstein, og er hetta ein av fleiri samrøðum innan sama evnið, sum varð sent í sendingini Nú er leygardagur . Hósdagin 12. apríl, var lutakast til EM undankappingina hjá monnum. Føroyar endaði í bólki 8 saman við Danmark, Ukraina og Montenegro. Á danska landsliðnum spæla millum annað Mikkel Hansen, Nicklas Landin og Hans Lindberg, ið roknast sum nakrir av heimsins bestu á sínum plássum. Sostatt er tað ein møguleiki, at hesar hondbóltsstjørnurnar eisini fara at renna á gula hondbóltsgólvinum í Høllini á Hálsi um ikki so langa tíð. Hondbóltssambandið sigur tó, at Høllin í Hálsi lýkur ikki krøvini til altjóða kappingar. Tað gera ongar hallir í Føroyum. Tískil er tað møguligt, at føroysku heimadystirnir mugu spælast uttanlands til dømis í Danmark. Forkvinnan í Hondbóltssambandinum, Gunn Ellefsen, vitjaði sjónvarpsstovuna, og tú kanst hoyra hana greiða nærri frá støðuni í leinkjuni niðanfyri. Lutakastið varð í Tróndheimi í Norra, har EM endaspælið millum annað eisini verður. Fyri fyrstu ferð verður EM endaspælið spælt í trimum londum Svøríki, Eysturríki og Norra. Hesi londini eru øll beinleiðis víðari til endaspælið. Eftir hesi seks umfør hava 20 lið spælt seg víðari til endaspælið, sum verður i Svøríki, Eysturíki og Norra tann 10 26 januar 2020. Bólkarnir eru hesir Bólkur Luttakarar 1 Ísrael, Polen, Týskland, Kosovo 2 Sveits, Serbia, Kroatia, Belgia 3 Turkaland, Ísland, Makedonia, Grikkaland 4 Latvia, Holland, Slovenia, Estland 5 Bosnia Hersegovina, Tjekkia, Hvítarussland, Finland 6 Litava, Portugal, Frakland, Rumenia 7 Slovakia, Russland, Ungarn, Italia 8 Ukraina, Montenegro, Danmark, Føroyar Í kvinnufinaluni millum Fleyr og KÍF tóktist ongantíð nakar ivi vera um, hvør fór at vinna dystin. Fleyr var munandi sterkari í mest sum øllum. Seinnu FM finalurnar verða spældar leygardagin. Byrjað verður klokkan 13.30, tá kvinnufinalan er á skránni. Menninir byrja klokkan 16.00. Nevninatingið í Føroya rætti, har tveir menn eru skuldsettir fyri drápsroynd, sum eftir ætlan skuldi verða í næstu viku, er útsett til í juni. Nevningating skal verða í sambandi hendingina 6. mai í fjør, tá ein ungur maður varð álopin við millum annað øks á vegamótinum Íslandsvegur Landavegur í Havn. Ákæruvaldið fyrr í ár bað um nýggja mentalkanning av báðum monnunum, sum eru 21 og 23 ára gamlir, men bara onnur kanningin er liðug, sigur Linda Hesselberg, ákæri. Mentalkanningin hevur stóran týdning, tí millum annað skulu nevningarnir svara, um menninir eru fevndir av grein 16 í revsilógini, sum snýr seg um, um persónar eru egnaðir at verða revsaðir, ella um teir ikki vistu, hvat teir gjørdu, tá teir lupu á mannin. Fyrstu ferð skuldi málið koma fyri í februar í ár, síðani varð tað flutt til at byrja mánadagin í næstu viku, og nú er tað flutt til í juni. Sostatt er málið meira enn eitt ára gamalt, tá tað kemur fyri í rættinum. Nevningating skal verða í sambandi hendingina 6.mai í fjør, tá ein ungur maður varð álopin við millum annað øks á vegamótinum Íslandsvegur Landavegur í Havn. Ákæruvaldið bað fyrr í ár um nýggja mentalkanning av báðum monnunum, sum eru 21 og 23 ára gamlir, men bara onnur kanningin er liðug, sigur Linda Hesselberg, ákæri. Rættarlæknaráðið væntar, at í hvussu er ein mánaði gongur, til kanningin er klár. Linda Hesselberg sigur, at ymsar orsøkir eru til seinkingina, men hon vil ikki hvørjar. Fundur var í rættinum í gjár um støðuna, og ákæruvaldið og rætturin vórðu samd um, at málið kann ikki førast í rættinum uttan mentalkanningina. Verjin hjá tí manninum, har mentalkanningin er komin, mótmælti, men rætturin avgjørdi at fylgja tilmælinum frá ákæruvaldinum og útseta málið. Mentalkanningin hevur stóran týdning, tí millum annað skulu nevningarnir svara, um menninir eru fevndir av grein 16 í revsilógini, sum snýr seg um, um persónar sálarliga sjúkir nú ella tá hann framdi gerðina. Hetta er triðju ferð, at revsimálið er útsett. Fyrstu ferð, skuldi málið koma fyri í februar í ár, síðani varð tað flutt til at byrja mánadagin í næstu viku, og nú er tað flutt til í juni. Sostatt er málið meira enn eitt ára gamalt, tá tað kemur fyri í rættinum. Eftir fundin upplýsti talskvinnan í Hvítu Húsunum, Sarah Sanders, at Trump framvegis ikki hevur tikið avgerð um, hvussu USA skal fyrihalda seg til evnafrøðiliga álopið í Sýria. Sanders segði eisini, at Trump skal tosa við franska forsetan, Emmanuel Macron, og bretska forsætisráðharran, Theresu May. Um midnáttarleitið tosaðu May og Trump so saman og samdust um, at avgerandi er at forða fyri, at evnafrøðilig vápn verða brúkt, skrivar Reuters. Í fráboðan frá Theresu May stendur eisini, at tey samdust um at halda fram at fáa altjóða samfelagið at koma við aftursvarið til kemisku vápnanýtsluna í Sýria. Í gjár segði franski forsetin Emmanuel Macron, at Frakland hevur prógv fyri, at tað vóru stjórnardeildir hjá Bashar al Assad, forseta, sum brúktu evnafrøði í álopinum uttan fyri Damascus síðsta vikuskifti. Fáar dagar frammanundan segði Donald Trump, forseti, at hann fór at taka amerikonsku herdeildirnar heim úr Sýria. Men hesa vikuna hevur hann hótt við at leypa á Assad stýrið í kjalarvørrinum av evnafrøðiliga álopinum í Douma. Nakrar gerðir kunnu rætt og slætt ikki fyrigevast, tær eru uttanfyri tign, og skaða ikki bara evnafrøðiliga vápnaídnaðin, men sjálva sivilisatiónina, segði Mattis við limir í Umboðsmannatinginum. Nakrir limir í umboðsmannatinginum vildu vita, hvørjar løgfrøðiligar heimildir herurin hevur til at fremja álop í Sýria, um málið ikki er at berja niður IS. Sambært Mattis verður møguliga álopið móti Assad stýrinum sett í verk eftir beinleiðis boðum frá forsetanum, uttan at Kongressin skal geva loyvi til tað, skrivar NTB. Russland hevur ávarað um, at eitt amerikanskt álop á Sýria, har nógvar russiskar herdeildir eru, kann elva til kríggj millum londini. Russiski ST sendiharrin, Vassily Nebenzia, hevur sambært BBC heitt á ST trygdarráðið um at kalla saman til fundar aftur í dag at viðgera spentu støðuna, sum er íkomin. Samstundis sigur altjóða eftirlitsstovnurin, sum arbeiðir fyri at beina fyri evnafrøðiligum vápnum, at tey hava sent sínar serfrøðingar til Sýria, og at farið verið undir kanningar av kemiska álopinum í morgin. Vøkstur um alt meginøkið Tað er ikki meira enn gott ár síðan, at vit rundaðu 50.000 fólk og fólkavøksturin heldur fram. Lutfalsliga er nógv størsti vøksturin í Eysturoy, og hóast fólkatalið er næstan tað dupulta í Tórshavnarøkinum, so er vøksturin í tali eins stórur í Eysturoy sum í Tórshavnarøkinum. Einasta øki, har tað er ein minking, er í Sandoyar sýslu. Av útlendingunum sum flyta til landi, eru allarflestu menn og koma í høvuðsheitum frá Póllandi og Rumenia, sigur Hans Pauli Strøm. Orsøkin til at fólkatalið, seinastu 12 mánaðarnar, er vaksið við 750 fólkum, er ein nettotilflyting á 551 og burðaravlopi, ið er munurin millum deyð og fødd, á 209. Tað hevur verið at hoyrt, at ein orsøk til fólkavøksturin, eru nógvu kvinnurnar ið koma úr Asia. Men har er ongin vøkstur at tosa um, men heldur ein jøvn tilflyting, sigur Hans Pauli. Matchfixing er stórur trupulleiki kring allan heim, og tað er ósunn mentan innan ítróttina. Tí hevur tað týdning, at Norðurlandaráðið varpar ljós á hetta, so at Norðurlond ganga á odda og í felag gera tað torførari hjá teimum, sum matchfixa at flyta sítt virksemi til onnur lond, sigur Annette Lind frá sosialdemokratiska bólkinum. Trupulleikin við avtalaðum spæli er kring allan heimin, og limirnir í nevndini vilja senda greið boð um, at Norðurlond mugu samstarva. Samstundis sum politiska tilgongdin heldur fram, hevur tað týdning, at Norðurlondini finna ymsar mátar at arbeiða fram móti loysnum. Í Svøríki er gongd longu komin á málið og har eru nýggj lógaruppskot, millum annað um, at persónar, sum skipa fyri matchfixing og ávirka leikarar, skulu fáa strangari revsing eisini persónar, sum gera sær dælt av møguleikanum at spæla í avtalaðum dystum. Peter Johnsson, sum er limur í nevndini sigur, at samstundis, sum lóggávan verður herd, verður svenski happadráttar spælimarknaðurin broyttur. Tað merkir millum annað, at aljóða happadráttafeløg skulu hava spæliloyvi, og tað fer í sjálvum sær at geva betri eftirlit við matchfixing. Nú Svøríki herðir lóggávuna í sambandi við matchfixing, vóni eg, at hini norðurlondini fáa íblástur og gera tað sama, sigur Peter Johnsson. Altjóða Olympiska nevndin og ítróttarsambond í Norðurlondum hava tætt samstarv, tá tað snýr seg um reglugerðir, sum skulu galda í øllum Norðurlondum, men nevndirnar leggja dent á, at almennu happadráttarfeløgini hava eisini týðandi leiklut við sínum skipanum, sum kunnu tryggja og menna eftirlitið við avtalaðum dystum. Ásannandi at vit høvdu eina rættiliga stóra goymslu av listarverkum, og at vit tey seinnu árini hava færri og færri deildir, so hildu vit, at tað bleiv nakað negativt at bara hava tað liggjandi í eini goymslu, sigur Árni Ellefsen, stjóri í Banknordik. Tað ættarliðið, sum er komið til nú, hugsar meira um botnlinjuna enn um mentanina, sigur Helgi Fossádal, stýrisformaður í Banknordik Savninum, heldur, at nýggja ættarliðið hugsar ov nógv um botnlinjuna heldur Ísland er millum dýrastu ferðamál í mál í heiminum. Tað vísa tøl frá OECD. Prísirnir í Íslandi eru í miðal 28 hægri enn í øðrum Norðurlondum. Prísirnir í Íslandi eru hálva aðruferð hægri enn í Fraklandi, Týsklandi, USA, Italia, Spania og Porutgal, sum eru millum best umtóktu ferðamál hjá ferðafólki. Raksturin hjá almenna partafelagnum Fiskaaling gav 3,9 milliónir krónur í avlopi í fjør. Tað er nógv sammett við 2016, tá raksturin hevði 18,1 millión í halli. Men broytingarnar, sum Løgtingið gjørdi eftir uppskoti úr Vinnumálaráðnum, gjørdu mun og tryggjaðu framtíðina hjá felagnum, sigur felagið sjálvt. Bakkafrost hevur nú tikið við kynbótaarbeiðinum og rognaframleiðsluni, sum er grundað á føroyska laksastovnin. Fiskaaling kann tí miðsavna seg um gransking, menning, ráðgeving og tænastu til alivinnuna. 13. november í fjør samtykti Løgtingið at læna Fiskaaling 9 milliónir krónur. Lánið er rentufrítt og verður kravt aftur í einum ella í avdráttum, tá eginpeningur felagsins er í minsta lagi 500.000 krónur. Lánið hevur bøtt munandi um gjaldførið hjá felagnum, men eginogin hjá P F Fiskaaling er framvegis negativ 4,4 milliónir krónur á nýggjárinum. P f Fiskaaling væntar okkurt um eina millión krónur í avlopi í 2018. Felagið hevur fingið nýggjan nevndarformann fyri Jan Mortensen. Kristoffur Laksá er nú formaður. Annað innslag er reportasja úr Skansastovu, har Dánjal á Neystabø og Afenginn stríðast við at fáa løgini klár til konsertina í Norðurlandahúsinum. Kvinna hevur ritað sítt navn rimmarfast í føroyska blaðútgeving, og nú hevur enn ein blaðstjóri sent sítt fyrsta blað til prentingar. Tóra Effersøe Mortensen hevur starvast sum leiðandi redaktørur í risastóra norðurlendska blaðsamtakinum Aller Media, har hon millum annað hevur starvast fyri Kig Ind, Bazaar og Vi unge. Hon er klassiskt útbúgvin journalistur, og vit spyrja hana millum annað, hvussu tað fer at síggjast aftur í Kvinnu, og hvønn týdning hon heldur slík lívsstílsbløð hava. Vit tosa eisini um hennara bakrgrund, uppvøkstur og virði. Árið í fjør 2017 var reformatiónsárið. Martin Luther tosaði um sola Scriptura Skriftin eina . Men, áðrenn Skriftin varð savnað, so livdi munnliga yvirleveringin í 200 ár. Tey, sum mintust Jesus og høvdu verið við í ferðini søgdu frá Tað er vorðið dýrari at búgva í Føroyum. Sambært Hagstovuni vóru prísirnir 0,9 hægri í fyrsta ársfjórðingi í ár enn fyri einum ári síðani. Mesti prísvøkstur var í tí bólkinum, sum eitur ymiskar vørur og tænastur, hann er 3,1 . Gjøld fyri fíggjartænastur eiga meginpartin av hesum vøkstri. Hvørki Terje Sigurðson, semingsmaður, Jóhan Vágadal, formaður í Flogskiparafelagnum ella Arbeiðsgevarafelagið høvdu viðmerkingar áðrenn fundin. Um semingin ikki ber á mál, og annar parturin ætlar at seta í verk arbeiðssteðg, sigur sáttmálin, at fráboðanarfreistin er í minsta lagi 14 dagar. 52 av føroyingum vísa ikki til menningarlæruna, tá tey verða spurd um lívsins uppruna, men til Gud. Í Týsklandi og Bretlandi er hetta talið 12 og í Svøríki 10 Menningarlæran hjá Charles Darwin sigur, at alt lív hevur ment seg í milliardir ár, og at menniskja og onnur djór hava felags forfedrar. Hetta vilja kreationistar ikki góðtaka.Millum evropisk lond eru Føroyar sostatt eindømi. Landsverk hevur leingi havt greiðar ætlanir liggjandi fyri at loysa avbjóðingarnar við øktu ferðsluni í sambandi við Eysturoyartunnilin, sum koyrandi verður ígjøgnum í 2020. Armgarð Steinhólm, leiðari á Deildini fyri Infrakervi hjá Landsverki var í sendingini Nón og greiddi frá, hvør ætlan Landsverk heldur er besta loysnin. Í stuttum er heldur Landsverk, at besta loysnin fyri innkomuvegir og ferðslukervið, í samband við Eysturoyartunnilin er hendan, at rættast er at gera ein tunnil millum Gøtudal og Skálabotn, veg um Skálabotn, og fáa ein nøktandi Innkomuveg gjørdan í Suðurstreymi. Best hevði verið, um hesar avleiddu verkætlanir vóru klárar, tá Eysturoyartunnilin letur upp fyri ferðslu. Ein tunnil er fyritreytin fyri, at ferðslan eftur vestursíðuni heldur enn eystursíðuni, sigur Landsverk Mynd Landsverk, Grafik Petra Eliasdóttir Mikkelsen Tilsamans 3.000 fólk sita í 1.500 nevndum í Føroyum, men tekur tú øll frá, sum eru partur av netverkum, sum á ein ella annan hátt lata seg aftur um seg sjálvi, eru 60 fólk eftir. Tað, sum stutt sagt eyðkennir hesi 60 er, at tey í høvuðsheitum eru menn, reiðarar, sakførarar, eru stjórar innan alivinnuna, í peningastovnum og umboð fyri fakfelagsrørsluna. Hesi 60 fólkini røkka út til 200 almen og privat netverk, og tey sita í miðal í 4 nevndum í part. Teirra netverk røkkur útum ein avmarkaðan skara og inn í kjarnan av privatum vinnulívsfólkum, stjórum og arbeiðsgevarum. Í hesum innasta kjarnanum eru almennir valdspersónar og kvinnur ikki umboðað. Teir sum eru við eru millum annað Hanus Hansen, reiðari og sakførari hansara, Niels Winther Poulsen. Annfinn Olsen, reiðari og kona Hansara Elisabeth Eldevig Olsen, Bogi Jacobsen, stjóri á Varðanum, Poul Hansen, og Høgni Hansen. Eisini Bjørn á Heygum advokatur, er millum tey í innastu kjarnanum, og Regin Jacobsen, sum eigur Bakkafrost og systir hansara Annika Frederiksberg, sum er søluleiðari á Bakkafrosti. Greiningin er gjørd við einum forriti, sum so við og við flysir uttastu løgini av netverkshópinum til kjarnin ikki tolir at man tekur fleiri burtur tað vil siga, at kjarnin dettur sundur, um tú tekur fleiri burtur. Tað eru Kári Holm Johannesen, sum hevur lisið sociologi og interaktións design, og Sveinur Tróndarsson, sum er lesandi á Setrinum, sum hava fingið phd ararnar Kristoff Ellersgard og Anton Grau Larsen, at seta føroysku upplýsingarnar inn í teirra forrit, sum teir hava ment til eina líknandi greining í Danmark. Forritið finnur tey, sum sita í flest nevndum og eru bundin saman, síðani sáldar tað øll frá, sum eru í netverkum, sum á ein ella annan hátt lata seg aftur um seg sjálvi. Síðani tekur man tey burtur, sum kjarnin kann klára seg uttan tað vil siga, at tað eyðkennur tey 60, at tey kunnu ikki takast av netverkskortinum uttan at netverkið so ella so dettur sundur. Í Danmark endar tú niðri á umleið 400, um tú sáldar øll netverk frá, sum ikki eru forbundin við kjarnan vísir greiningararbeiðið hjá Kristoff Ellersgard og Anton Grau Larsen. Sammet við Føroyar er tað nógv minni í mun til fólkatalið. Teirra ástøði er, at jú størri samfelagið er, jú minni er kjarnin av valdinum í mun til fólkatalið. Hóast vit hava nakrar kvinnur í vinnulívinum, eitt nú formannskapin í Bank Nordik, Stine Bosse og Barbaru Vang, ovastu leiðsluna í okkara flogvinnu, forkvinnuna í Vága Floghavn Kitty May Ellefsen, stjóran í Vága Floghavn Gudný Langgard og Johonnu á Bergi, stjóra á Atlantsflogi, er eingin av teimum í kjarnanum av netverkunum. Men sambært Kára Holm Johannesen eru tær beint uttanfyri í tí lagnum, sum var flust av, beint áðrenn vit komu intil tey, sum ikki kunnu fjernast uttan at netverkið byrjar at detta sundur. Tað eru tríggjar kvinnur í innasta kjarnanum, men hvørjar eru tær Ein er Annika Frederiksberg, søluleiðari á Bakkafrosti og systir Regin á Bakka. Elisabeth Eldevig Olsen, nevndarlimur í landsbankanum og somuleiðis innaliga í fiskivinnuni og gift stórreiðaranum Anfinni Olsen og Heidi Poulsen, sum er arkitektur og forkvinna í Arkitektafelagnum. Heidi Poulsen umboðar, eins og Jan Højgaard, sum eisini er á kortinum, eitt fakfelag. Hennara svar er, at vit kunnu brúka tað til at drepa mytur um valdsmisnýtlsu. Ein myta er, at tað eru tey, ið hava minst 30 nevndarsessir. Tað er ikki rætt, sigur Súsanna Olsen. Fólk hava í mesta lagi 5 nevndarsessir. Haraftrat er tað av týdningi at vit greina vald, tí miðsavnan av valdi hoyrir ikki heima í einum fólkaræði. Síggja vit eina miðsavnan av valdi, kunnu vit gera nakað við tað, sigur Súsanna Olsen. Michael Anthony Charles, sum rekur handilin Útilív í miðbýnum í Havn, skipar saman við øðrum fyri einum tiltaki, tey nevna Slackline . Talan er um at ganga á línu. Tað gongur fyri seg á tann hátt, at ein lína verður spent ímillum tvey trø í 50 sentimetra hædd, og so er meiningin, at man skal ganga og balansera á hesi línuni. Øll kunnu verða við, sigur Michael, og tiltakið er barnavinarligt. Hoyr, hvat Michael hevur uppá hjarta Á facebook er ein bólkur, har keyp og søla av brúktari tónleikaútgerð fer fram, og tað hendir seg meiri enn so, at okkurt gott tilboð stingur seg upp. Soleiðis var herfyri, tá Sámal Ravnsfjall keypti ein gittara fyri 4000 krónur. Talan er um ein gittara, sum gittarleikarin Mike Stern hevur lagt navn til. Men Sámal ætlar sær neyvan at taka hendan gittaran við út at spæla, tí, sum hann sigur, hevur hann sín trúgva fylgissvein, ein Gibson gittara, sum hann tekur við sær so at siga til hvørt einasta tiltak, hann spælir til. Hesin Gibson gittarin er eftir 11 ár vorðin so slitin, at hol næstan er komið á frontin av tí, at Sámal spælir við plektara. Hendan nýggja brúkta gittaran ætlar Sámal bert at brúka heima á sofuni. Vikuskiftissendingini hitti Sámal ein fagran várdag á Velbastað Tað sigur Hans Esbern Heinesen, sum rekur ferðavinnu í Tjørnuvík. Hann skilur væl, at bóndin í Saksun er ørkymlaður um øll ferðafólkini, ið vitja bygdina. Tiltakið eitur Rudda Føroyar , og tað er eitt samstarv millum umhvørvisfelagsskapirnir FNU, Ringrás og onnur umhvørvisverdnarfólk í Føroyum. Tvey føroysk kvinnulið og tvey føroysk unglingalið eru við í stóru altjóða kappingini í Graz í Eysturríki. Talan er um kvinnuliðini Team Hydra úr Fimleikafelagnum Ljósið og Team Hulda úr Havnar fimleikafelag, sum kappast í World Cup kappingini, meðan unglingaliðni Team Eina úr Havnar Fimleikafelag og Team Vípan úr Støkk kappast í Challange Cup kappingini. Saman við teimum í hesari kapping eru tey bestu estetisku liðini í heiminum, og málið hjá liðunum man allarhelst vera at koma í finalurnar í morgin. Sjálv kappingin byrjar klokkan 14.15 føroyska tíð, og fyrsta unglingaliðið á gólvið er føroyska Team Eina. Klokkan 14.27 er kvinnuliðið Team Hydra á gólvinum, meðan Team Hulda er á gólvinum kl 15.30 og Team Vípan er síðsta føroyska liðið á gólvinum klokkan 16.22. Semingsmaðurin royndi at fáa glið á samráðingarnar í gjár, men uttan stórvegis úrslit. Tí er einki semingsuppskot komið á borðið enn. Sáttmálin millum Flogskiparafelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag fór úr gildi í nátt. Partarnir hava í fyrsta umfari longt sáttmálan til á midnátt týskvøldið. Um semingin ikki ber á mál, og annar parturin ætlar at seta í verk arbeiðssteðg, sigur sáttmálin, at fráboðanarfreistin er í minsta lagi 14 dagar. USA og teirra sameindu eru sannførd um, at sýriski leiðarin Bashar Assad tilvitað leyp á sítt egna fólk við evnafrøðiligum vápnum. Vit kunnu ikki góðtaka, at evnafrøðilig vápn verða nýtt og tey, sum hava ábygd av hesum, mugu standa til svars fyri tað, sigur Jens Stoltenberg millum annað sambært altjóða miðlum. Miðlar skriva eisini, at franska, bretska og amerikanska stjórnin hava váttað, at málið var at raka støð, sum goyma evnafrøðiligu vápnini hjá Sýria. Sýriska eygleiðaradeildin av mannarættindum, sum fylgir við gongdini í Sýria, sigur, at ein ransóknarstova ella laboratiorum og fleiri hernaðarstøðir eru raktar av álopinum í nátt. Stein Olvur Petersen, stjóri á J og K Petersen, sum stendur fyri arbeiðinum á Glyvursnesi, sigur, at tey nú eru farin at kanna, hvat tað var, sum hendi í gjárkvøldið. Forkvinna í Unga Sambandinum er Linn a L. Petersen, og hon heldur, at Sambandsflokkurin ger alt ov lítið fyri at liberalisera og modernisera føroyska samfelagið. Í mun til grannalondini eru fleiri mál, har vit ikki hava nakra støðutakan. Eg haldi, at hetta er ein spurningur um ikki at sigla afturút í mun til grannalondini, sigur hon. Sjálvt um tey ungu í Sambandsflokkinum vilja halda eina aðra liberala kós enn móðurflokkurin, so er støðan til ríkisfelagsskapin tann sama. Ja, vit vilja gjarna varðveita ríkisfelagsskapin, og vit halda tað vera gott at vera í einum felagsskapi heldur enn at standa einsamøll, sigur forkvinna í Unga Sambandinum. SEMENT er árlig rútmisk tónleikakapping, meðan Stella Polaris er rútmisk tónleikakapping, ið er annaðhvørt ár, men í ár hava fyriskipararnir valt at leggja kappingarnar saman. Innleiðandi umførini vóru hóskvøldið og fríggjakvøldið, finalan verður í Reinsarínum í Havn klokkan 19.00 í kvøld, tá tilsamans seks ymiskir bólkar og einstaklingar fara at spæla. Sosiala samveran saman við vinunum er í høllini, men hesin lurtari hevur als ongan hug til at sparka, og hvussu ger man so, tá man vil hitta vinirnar Annars snúgva spurningarnir seg um um hvat man skal gera, um varhugi er um, at ein starvsfelagi drekkur og um gentur og smyrsl, meðan sms spurningurin var um tað er fólkaligt at snýsa sær, meðan man situr á einari matstovu. Í panelinum hesaferð eru Símun Gullaksen, Ása Andreasen og Janus Poulsen. Saman við einari føroyskari vinkonu sum bilførara vitjaðu tær í Saksun hósdagin og kendu seg hóttan av bóndanum, sum fleiri ferðir hevur sagt seg vera troyttan av ferðafólkum. Jóhan Jógvansson, bóndi í Saksun, vil ikki gera bandaða samrøðu við Kringvarpið, men hann sigur í stuttari viðmerking, at hann minnist ikki hesa ítøkiligu hendingina. Hann vísir kortini ikki aftur, at tað skal vera hent. Hann sigur, at hann hevur troyttur av mongu ferðafólkunum, sum vitja í Saksun, tí hann fær ikki frið. Tað ávirkar bæði arbeiðsdagin og privatlívið. Um vikuskiftið er stóra svimjistevnan, Danish Open, á skránni í Bellahøj Svømmestadion. Teir báðir, Alvi Hjelm og Óli Mortensen, eru einastu føroysku svimjararnir, sum eru við í ár. Óli Mortensen hevur í kvøld svomið 1500m frí. Hann gjørdist nummar tvey við tíðini 15 31.75. Hetta var samstundis klárt besta tíðin hjá Óla á 1500m á langgeil. Heili seks sekund kláraði hann at taka av gamla metinum. Havnamaðurin var eisini í hylinum hóskvøldið, og tá eydnaðist honum at vinna silvur í 800m frí. Hann kom á mál við tíðini 8 11.77. Hetta er næstbesta tíðin hjá Óla nakrantíð á 800 metrum. Undan kappingini hevði Alvi sett sær fyri at taka gamla metið hjá sær, ið er 4 30.17. Hetta eydnaðist tó ikki, men hóast Alvi ikki slapp á sigursskammilin hesaferð, so er hetta besta tíðin hjá honum í tvey ár. Ungi klaksvíkingurin legði annars væl frá landi og var heilt frammi í oddinum fyrstu løtuna. Seinastu 100 metrarnar dragnaði hann og kláraði ikki at fylgja við Jacob M. Jørgensen, ið smurdi alt av við tíðini 4 26.36. Leygarmorgunin svam Alvi innleiðandi til 200m, men tað eydnaðist honum ikki at koma við í A finaluna. Í B finaluni kláraði Alvi tó at gerast fremstur og kom á mál við tíðini 2 09.12 . Restin av føroyska svimjilandsliðnum skuldi er ætlan eisini vera við í Danish Open, men valdu, vegna eitt møguligt verkfall at fara til Bergen Swim Festival ístaðin. Fyrr í dag hevur Vár Eidesgaard aftur gjørt vart við seg og vunnið gull í 50m metrum firvald. Samstundis setti hon nýtt føroyskt juniormet við tíðini 28.44. Vinus og Vimús 5.partur Viðhvørt er tað stuttligt at spæla inni og finna uppá at gera og kasta flúgvarar og alt møguligt annað. Kanska bara eina pappírskúlu ella kanska eina flogmús Tað ber til at gera flogmýs við pappíri. Vinus dugir at boyggja pappírið, so tað verður til okkurt. Og so flýgur tað runt í ring, og beint í eina runda spann. Og bókin flýgur eisini av hillini. Tað er ein góð bók, um okkurt uppi í luftini. Eitt runt skap er ein ringur, men tað finnast onnur øðrvísi skap. Til dømis trýhyrningur. Men tá nógv torfør eru at læra, so er gott at siga góða nátt aftaná. Amerikanska verjumálaráðið upplýsti í gjár, at allar rakettirnar, sum vórðu sendar ímóti Sýria, raktu síni mál, og endamálið við teimum var at oyðileggja verksmiðjur, har eiturevni verða gjørd. USA, Frakland og Bretland nýttu skip, ein kavbát og stríðsflogfør til at senda tær 105 rakettirnar, ið skuldu gera enda á eiturverksmiðjunum í Sýria, og atsóknin eydnaðist til fulnar, sigur amerikanska verjumálaráðið. Samstundis sum trygdarráðið umrøddi álopið í Sýria í gjár, vóru fólk frá stovninum sum hevur eftirlit við eiturvápnum á veg til Douma í Sýria, har tey skulu royna at fáa greiðu á, hvat tað var fyri eiturvápn, sum vórðu nýtt í sýriska býnum, Douma, farna vikuskifti, og sum gjørdi av við minst 40 fólk. Seinastu árini hava dømi verið um, at norskur laksur er smuglaður til Kina, eftir at Kina legði 22 prosent í avgjaldi á norska laksin, skrivar bretska blaðið, Financial Times. Innflutningurin av fiski og skeljafiski til Vietnam er fleirfaldaður seinastu árini, og landið er nú fimtstørsti innflytari av teimum vørunum. Ein av teimum tiknu í Kina, er norski ríkisborgarin, Dong Yimin, sum í fleiri ár hevur staðið á odda fyri norska útflutninginum av laksi til Kina og onnur lond í Asia. Hon hevur tætt samstarv við alifelagið, SalMar, og nevndarformaðurin í norska felagnum, Atle Eide, sigur seg ikki trúgva, at tað er hon sum hevur staðið fyri at flyta norska laksin ólógliga til Kina. Stjórin í SalMar, Trond Williksen, legði frá sær í vikuni, men tað hevur einki við tað, sum hendir í Kina at gera, sigur nevndarformaðurin við bretska blaðið. Sambært kinesisku myndugleikunum hevur Dong Yimin smuglað norskan laks til Kina, ið hevur eitt virði upp á meir enn 100 milliónir dollarar. Formaðurin í Svimjisambandi Føroya, Rókur í Jákupsstovu, er kløkkur av tølunum, sum koma fram í nýggju kanningini, ið Gallup hevur gjørt. Føroya Kommunufelag hevur lagt sær í geyma, at Skattanevndin sum landsstýrið setti, og sum kom við sínum tilmæli í fjør, mælir til eitt persónsgjald fyri øll sum eru eldri enn 21 ár og eitt húsatænastugjald, so øll hús rinda eitt gjald. Tann møguleikan fer Kommunufelagið at umrøða við umboð fyri skattanevndina og umboð fyri Búskaparráðið, sigur Dennis Holm, formaður í Føroya Kommunufelag Niels Nattestad flutti í 1956 til Havnar saman við foreldrum sínum og systrini. Tá fór hann at ganga í Sankta Frans Skúla, men longu úr 4. flokki fór hann oman í realskúlan. Niels tók realprógv í 1962, og nú arbeiddi hann í fleiri ár á Bacalao. Í 1964 var hann á ítróttaskúla í Vejle. Hansara dreymur var altíð at gerast lærari, og í 1966 slapp hann inn á Læraraskúlan. Tey byrjaðu á Vaglinum, har næmingarnir trivust væl. Fyrstu fimm árini í Havn búði familjan í Gundadali. Har royndi Niels seg í fótbólti og svimjing, áðrenn hann fór at spæla hondbólt. Hann var eisini skóti. Løgtingið fer í dag at hava aðru viðgerð og atkvøðugreiðslu um nógvu broytingarnar í alilógini. Við nøkrum broytingaruppskotum mælir øll Vinnunevndin løgtinginum til at samtykkja uppskotið hjá Poul Michelsen, landsstýrismanni. Meirilutin í Vinnunevndini hjá løgtinginum, hann eigur andstøðan, mælir tó til at strika heimildina at selja aliloyvi á uppboði. Meirilutin heldur tað vera løgið, at landsstýrið ger so stóran mun á fiskivinnuni og alivinnuni. Í alivinnuni skulu verandi fyritøkur varðveita øll síni loyvi, men í fiskivinnuni eru okkurt um 30 av loyvunum tikin frá verandi feløgum og skulu seljast á uppboðssølu ella latast øðrum, sigur meirilutin í Vinnunevndini. Minnilutin, sum í Vinnunevndini er samgongan, mælir til, at fjórða hvørt ár fyri 1.november leggur landsstýrismaðurin frágreiðing fyri løgtingið um støðuna í alivinnuni, og hvørjar ætlanir eru við henni. Annar er um almennu skuldina, hin er um at tryggja fólki við serligum avbjóðingum og avvarðandi teirra rættindi, meðan verkfall er. Tann møguleikin verður betri fyri fólk, tí tá vita tey meir um, hvat hendir, tá Bretland fer burturúr Evropeiska samveldinum. Og fólk eru betri fyri at taka støðu, enn tey vóru á fyrru fólkaatkvøðuni um Brexit, sum var í juni í 2016. Tað eru polittikarar úr bæði Labour, Konservativa Flokkinum og úr Liberaldemokratiska flokkinum, sum mæla til eina fólkaatkvøðu afturat. Hann hevur tosað við iranska forsetan, Hassan Rouhani, og teir eru samdir um, at álopið leygarnáttina hevur skatt møguleikarnar fyri eini samtytkt um stríðið í Sýria, sum nú hevur vart í sjey ár. Amerikanski ST sendiharrin, Nikki Haley, segði í trygdarráðnum hjá ST í gjár, at vesturheimurin er til reiðar at søkja at fleiri málum í Sýria, um landið nýtir eiturvápn ímóti fólkinum. Nú sigur amerikanski ST sendiharrin, at tilknýtið sum Russland hevur til sýriska forsetan, Bashar al Assad, fer at fáa fylgjur. Eisini sigur hon, at USA fer at seta tiltøk í verk ímóti Russlandi serliga tí partinum av virkseminum sum landið hevur í Sýria, og at landið hjálpir Assad forseta, millum annað við eiturvápnum. Felagið sum átti trolaran, Thunder, sum fiskaði ólógliga í Suðuríshavinum, hevur fingið eina bót uppá 80 milliónir krónur. Tað eru sponsku myndugleikarnir, sum hava givið trimum feløgum og átta fólkum bótina. Trolarin Thunder var fyrri trolarin við navninum Vesturvón, og hann varð bygdur í Noreg í 1969. Hann var systurskip til Stellutrolararnar í Klaksvík, sum vórðu bygdir um sama mundið. Vesturvón varð seldur úr Føroyum til Onglands í 1986, tá felagið bygdi nýggjan trolara til fiskiskap í Barentshavinum. Tað var á jólum í 2014, at Sea Sheperd kom fram á Thunder, tá skipið royndi í Suiðuríshavinum, og felagskapurin fór undir at jagstra skipið. Thunder sakk í Guineavíkini í apríl í 2015. Skiparin og tveir aðrir yvirmenn vórðu dømdir bót fyri at hava søkt skipið. Teir vildu kortini einki siga um, hvør átti skipið, sum Interpol leitaði eftir. Myndugleikarnir í fleiri londum leitaðu leingi eftir eigarunum, og í fjørvetur varð avdúkað, at hann búði í Spania. Talan var um eitt felag í Galicia, og reiðarin eitur Florindo Gonzales Corral. Longsta átakið var frá desember í 2014 til í apríl 2015, tá eitt skip hjá Sea Sheperd fylgdi trolaranum Thunder í 110 dagar. Ta tíðina sigldu skipini 10.000 fjórðingar. Tað var eftir ta hendingina, at sponsku myndugleikarnir fóru at kanna tey trý feløgini í Galicia. Tá varð greitt, at feløgini millum áttu trolarin, Thunder. Mett verður, at skipið fiskaði fyri 60 milliónir dollarar. Tí er bótin á 80 milliónir krónur lítil í mun til ólógliga virksemið, siga tey, sum royna at forða ólógligum fiskiskapi. Feløg sum hava átt fleiri onnur skip, sum hava fiskað ólógliga, hava eisini fingið stórar bøtur, og hald er lagt á fleiri slík skip. Hetta til og við 31. august eiga skip og bátar, sum eru nærri enn 500 metrar úr landi í Mykinesi, Skúvoy og Nólsoy, ikki at sigla skjótari enn átta fjórðingar um tíman. Nólsoy, Skúvoy og Mykines eru góðkendar í 2012 at vera Ramsaroyggjar, tí har skulu fuglabjørg, lendi og annað, sum hava týdning fyri ávísar fuglastovnar, verjast. Hvat er depressión Hvussu er tað at hava angist Finst ein vegur burtur úr tí Hetta eru spurningar, sum Leitanin eftir at vera roynir at varpa ljós á. Við leiki, myndum og tónleiki lýsir leikurin tilgongdina at koma fyri seg eftir depressión. At fara ígjøgnum tað at vera á botninum og einki kunna, til aftur at skapa sær eina tilveru. Leikurin er bygdur á egnar, persónligar upplivingar við sálarligari sjúku. Katarina G. Nolsøe, Gunnvá Zachariasen og Búi E. Dam hava skapt leikin út frá teksti og myndum eftir Katarinu G. Nolsøe. Klokkan tíggju í kvøld skulu Føroya arbeiðsgevarafelag og Flogskiparafelagið svara Semingsstovninum, um feløgini taka av einum semingsuppskoti, sum tey fingu í nátt. Sáttmálin millum Flogskiparafelagið og Føroya arbeiðsgevarafelag fór úr gildi á midnátt fríggjakvøldið. Partarnir hava í fyrsta umfari longt sáttmálan til á midnátt týskvøldið. Føroyski skiparin á grønlendska trolaranum, Polar Nanok, arbeiddi í loyndum saman við íslendsku løgregluni, so greiða kundi fáast á málinum um drápið á íslendsku Birnu Brjansdóttir. Tað skrivar grønlendska kringvarpið , eftir at ein grein um málið hevur verið í bretska blaðnum, The Guardian, sum hevur tosað við íslendska kanningarleiðaran. Sambært blaðnum var støðan hjá íslendsku løgregluni ikki góð, tá tað kom fram í kanningararbeiðinum, at onkur umborð á trolaranum, helst hevði okkurt við málið at gera. Trolarin var tá komin í grønlendskan sjógv, og tí kundi íslendska løgreglan einki gera. Kortini var ein ætlan sett í verk, so íslendsk løgreglufólk vórðu flogin umborð á danska sjóverjuskipið, Triton, sum skuldi sigla til Grønlands eftir grønlendskum løgreglufólkum, sum síðani skuldu umborð á Polar Nanok. Men skiparin á Polar Nanok hevði fingið varhugan av, at skipið kundi hava tilknýti til málið. Tí boðaði hann manningin frá, at teir høvdu trupulleikar við motorinum, og máttu sigla aftur til Íslands. Samstundis sløkti hann fyri internetinum og stongdi tí alt samskifti við umheimin, so manningin ikki fekk frænir av, hvat talan var um. So skjótt sum trolarin var komin í íslendskan sjógv, vórðu íslendsk løgreglufólk sett umborð á Polar Nanok og tóku tveir av manningini. Annar maðurin var seinni latin leysur, meðan hin í september í fjør varð dømdur 19 ára fongsulsrevsing fyri dráp og fyri at hava smuglað rúsevnir. Skipanin á almenna arbeiðsmarkninum, sum skal tryggja, at verkfall ella verkbann ikki seta lív og heilsu hjá teimum veikastu í samfelagnum, eigur at verða endurskoðað. Tað heldur Annika Olsen, borgarstjóri í Havn og forkvinna í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum. Hon heldur eisini, at tað er, meðan friður er á almenna arbeiðsmarknaðinum, at eftirmetingin skal gerast. Stór ósemja tók seg upp millum Almannaverkið og Pedagogfelagið um tey undantøk, sum pedagogfelagið var sinnað at geva Almannaverkinum undir verkfallinum. Serliga talið av starvsfólk, sum skuldu til fyri at taka sær av teimum veikastu og mest krevjandi borgarunum, var eitt afturvendandi evni í stríðnum. Stjóri í Almannaverkinum, Edvard Heen, eftirlýsti, at ein óheftur triðji partur var partur av ásetingunum av undantøkunum í verkfallinum. Undantøkini eru fyri í løgtinginum í dag, tí Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, skal svara einum spurningi frá Brandi Sandoy um júst undantøkini Dómurin kann hava við sær túsundtals nýggj sakarmál frá fólkum, sum halda, at tey hava fingið krabbamein av putrinum, skrivar Reuters. Sum er, eru 6.000 sakarmál móti Johnson og Johnson í sambandi við krabbamein í eggjastokkunum, skrivar AP. Í rættarmálinum søgdu sakførararnir, at teir høvdu fingið hendur á innanhýsis skjølum frá Johnson og Johnson, sum prógva, at felagið síðani 1970 árini hevur vitað, at barnaputrið var dálkað við asbest. Johnson og Johnson vísa aftur skuldsetingunum, og siga, at dómurin verður kærdur. Sakførararnir hjá fyritøkuni siga, at innanhýsisskjalið, sum víst verður til, er feil tulking, og at tað er ongantíð staðfest, at putrið er dálkað við asbest. Við arbeiðinum ætlar Tórshavnar kommuna eisini at koma kloakluktinum niðri í Havnini til lívs, eingin kloakk skal renna í Havnará og so eru eisini ætlanir um at lata partar av ánni upp. Flogskipararnir vrakaðu í gjárkvøldið semingsuppskotið, sum varð lagt fyri partarnar mánanáttina. Arbeiðsgevarafelagið góðtók uppskotið. Feløgini hava 14 daga freist at boða frá arbeiðsteðgi. Sambært Vinnuhúsinum kann ein møguligur arbeiðssteðgur byrja mikudagin 2. mai. Eitt semingsuppskot varð lagt fyri partarnar mánanáttina. Teir skuldu svara í gjárkvøldið klokkan tíggju, tá Flogskiparafelagið vrakaði uppskotið. Sáttmálin millum Flogskiparafelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag fór úr gildi á midnátt fríggjakvøldið. Partarnir hava í fyrsta umfari longt sáttmálan til á midnátt í kvøld. Yvirskipað snýr avtalan seg um, at sjóvinnan hevur bundið seg til at minka um útlátið niður í onki skjótast til ber í hesi øldini. Stutttíðarmálini snúgva seg um at útgera verandi og nýggj skip at brúka orkuna betur. Og eisini skal vinnan minka um útlátið við 40 fyri tonsið av farmi í 2030 í mun til í 2008. Maria Skipper Schwenn, sum er stjóri fyri trygd, umhvørvi og gransking í sjóvinnu hjá Danska reiðarafelagnum, og sum hevur verið ráðgevi hjá Danska Sjóvinnustýrinum í samráðingunum, sigur við DR, at ein altjóða avtala um at minka um útlátið er heilt avgerðandi fyri, at reiðaríini kunnu tillaga seg til ein grønari rakstur. Tað er sera týdningarmikið, at ein avtala verður gjørd, sum kann slóða fyri neyðugu granskingini og menningini, sum skal til, fyri at vit kunnu minka um CO2 útlátið, sigur hon við DR. Men sjóvinnan hevur eisini verið við til samráðingarnar í London, og tað hevur havt við sær, at semjan ikki er so framsøkin, sum hon kundi verið. Danmark vildi fegið, at málini um útlát í avtaluni vóru størri. Men við avtaluni senda vit eini greið boð um, at skipavinnan vil verða við til at minka um CO2 útlátið og betra um altjóða veðurlagsavbjóðingina , sigur Brian Mikkelsen við DR. Tað eru millum annað lond sum Saudi Arabia, USA og Brasil, sum saman við nøkrum øðrum u londum, hava virkað móti einari meira framsóknari avtalu. Serliga tá hugsað verður um, hvussu nógv føroyingar og føroyski búskapurin eru bundin at reinum havi og rávøruni, sum er har. Og Føroyar eiga at arbeiða saman við hinum Norðurlondunum um at minka dálkingina í høvunum. Føroyar eru mitt í plaststreyminum frá Golfinum til Arktis. Vit kunnu tí rokna við, at nógv plast rekur til okkum og frá okkara leiðum, sigur Uttanlandsnevndin. Gransking vísir, at 91 av havhestinum við Føroyar hevur plast í sær. Og plast frá sjófugli endar í skúgvi, sum dregur tað niðan í hagan, sigur Uttanlandsnevndin. Nevndin fekk upplýst, at neyðugt er at kanna, um plast eisini er lægri í føðiketuni, so sum í kræklingi og øðu. Hesi djór eru fram við strendur, og nógvur sjógvur fer gjøgnum tey. Tey kunnu tí hugsast at eta tað evarska lítla plastið, mikroplastið, sum kemur úr smyrsli. Hvussu umfatandi álopið er, er ikki greitt enn. Londini vilja vera við, at talan er um eitt njósnaraálop, sum rakar allan heimin. Roknað verður við, at greiða fæst á støðuni einaferð í dag. Í fjør skuldsetti amerikanska fregnartænastan Russland fyri at hava lagt seg út í amerikanska forsetavalið, fyri soleiðis at hjálpa Donald Trump at gerast forseti. Fleiri skandinavisk lond hava eisini skuldsett Russland fyri at gera seg inn á teirra skipanir, og at talan er um njósnaravirksemi. Siglt verður eftir mjólkarutuni á Skálafjørðinum hvønn dag í mentanarvikuni frá 23. 29. apríl. Jóhan Petersen og Sámal Petur í Grund vera ferðaleiðarar umborð. Mjólkarutan hevði stóran týdning í økinum tá í tíðini. Sámal Petur í Grund sigldi sjálvur við mjólkarutuni fleiri ferðir sum smádrongur og greiðir morgunsendingin frá tíðini. Rapparin Kendrick Lamar gav í apríl í 2017 fløguna DAMN út. Nú verður hann heiðraður við virðismettu Pulitzer virðislønini, sum árliga verður latin í sjey ymiskum mentanarbólkum, sum fevna um tónleik og bókmentir. Harafturat verða 14 virðislønir latnar í ymiskum journalistiskum bólkum. Hetta er fyrstu ferð, at ein rappari fær tónleikavirðislønina. Serliga hava komponistar, klassiskir og jazz tónleikarar fingið virðislønina fyrr. The New York Times og The Washington Post vunnu virðislønina í journalist bólkinum National Reporting . Virðislønin varð latin hesum báðum miðlahúsum fyri arbeiði teirra við at granska, lýsa og fortelja um sambandi millum forsetaátakið hjá Donald Trump og russiskar embætismenn. The New York Times saman við The New Yorker vunnu virðislønina í bólkinum Public Service í samband við, at miðlarnir kritiskt viðgjørdu og varpaðu ljós á seksuella ágangin í Hollywood. Sostatt byrjaðu hesir miðlarnir eisini MeToo rákið, sum hevur verið serstakliga aktuelt tað síðsta árið. Eitt nú nevndi TIME MeToo rákið og fólkini handan tað fyri Person of the Year í 2017. Pulitzer virðislønin verður av mongum roknað sum ein tann mest tignarliga mentanarvirðislønin, og varð hon latin fyrstu ferð í 1917. Fyri fáum mánaðum síðani kom fram , at smápartafelagið Mark, sum hevur gjørt lestraríbúðir í Marknagili, koyrir tey lesandi út í juli mánað, fyri síðan at leiga íbúðirnar út til ferðafólk. Gordon Rajani, sum er stjóri í MARK, segði við útvarpi í november , at hendan stutttíðarleigan millum annað varð sett í verk fyri at tryggja teimum lesandi ein so bíligan leiguprís sum møguligt. Man skal tryggja leigarum soleiðis, at tíðaravmarkað leiga ikki er fyri at sleppa sær undan reglunum, sigur Eyðgunn Samuelsen millum annað og leggur afturat, at tær broytingar, sum eru gjørdar í leigulógini, generelt eru fyri at tryggja leigaran í mun til tíðaravmarkaða leigu. Har nágreina vit tað, at um ein leigubústaður verður leigaður út á nýggjum eftir tíðaravmarkaða leigu, so hevur verandi leigari framíhjárætt til tann leigubústaðin, og tá er leiguavtalan ikki longur at meta sum tíðaravmarkað, sigur Eyðgunn Samuelsen. Tað merkir, at útleigarin ikki kann stutttíðarleiga til sama persón fleiri ferðir, og hetta er at tryggja leigaran, heldur Eyðgunn Samuelsen. Tað er fínt at leiga út tíðaravmarkað, men tað er ikki nakað, sum man ger ferð aftaná ferð við sama leigara, tí so er tað ikki tíðaravmarkað meira, sigur landsstýriskvinnan í almannamálum. Við nýggju leigulógini fær Leigunevndin heimild til at taka mál upp av sínum eintingum, um hon er kunnað um mál, sum ikki eru innan fyri lógarinnar karmar. Føroyar skulu taka ábyrgd í ovurhondsstóru avbjóðingini við ruski í náttúruni, sigur Elin Lindenskov. Tí tóku vit stig til, at Føroyar skuldu luttaka á altjóða ruddingardegnum. Síðani hevur toymið ment seg, og fleiri eldsálir eru komnar aftrat. Rudda Føroyar er eitt samstarv millum umhvørvisfelagskapirnar Føroya Náttúru og Umhvørvisfelag og Ringrás og onnur umhvørvisverndarfólk í Føroyum. Regin Dalsgaard, býlings og marknaðarstjóri í SMS, sigur, at tað ræður um at velja sær nakrar konsertir úr skránni, tí tað er ikki óhugsandi, at tað verður sum seyður í rætt. 471 føroyskir tónasmiðir, sum búgva í Føroyum, fingu tilsamans slakar 3 milliónir krónur frá KODA í fjør. Tað eru 828 rættindahavarar í Førouyum. Tað sæst í uppgerðini, sum KODA hevur gjørt fyri 2017. Umsetningurin í Føroyum var slakar 4,8 milliónir krónur. 1,9 milliónir krónur eru frá útvarpi og sjónvarpi, slakar 1,3 milliónir stava frá útbreiðslu av sjónvarpi, slakar 800.000 krónur komu frá konsertum og 840.000 krónur vóru frá bakgrundstónleiki. KODA Føroyar Grunnurin hevði 370.000 krónur at býta út til ymiskt virksemi, tað vóru pengar frá KODA í 2016. Fyri 2017 var tann upphæddin góðar 30.000 krónur hægri, og teir pengarnir verða býttir út í ár. Úr KODA Føroyar Grunninum fingu 16 rættindahavarar 50.000 krónur í stuðli til konsertir, og 34 konsertir fingu 258.000 krónur í stuðuli. Flogskiparnir vrakaðu í gjárkvøldið semingsuppskotið, sum varð lagt fyri partarnar mánanáttina. Tað gjørdu teir, tí eingi av krøvum teirra vórðu góðtikin í uppskotinum, sigur Johan Vágadal, formaður í flogskiparafelagnum. Hann sigur, at felagið er altíð til reiðar at fara aftur til samráðingar, um mótparturin tekur krøvini hjá flogskiparafelagnum í álvara. Johan Vágadal sigur, at flogskipararnir krevja ikki lønarhækking, men fyrst og fremst betri arbeiðsumstøður so sum skipaða frítíð. Hóast flogskipararnir vrakaðu semingsuppskotið, royndi Semingsstovnurin í nakrar tímar eftir klokkan tíggju í gjárkvøldið at fáa semju í lag, men tað varð uttan úrslit. Sáttmálin millum Flogskiparafelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag fór úr gildi á midnátt fríggjakvøldið. Partarnir hava í fyrsta umfari longt sáttmálan til á midnátt í kvøld. Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, hevur onga viðmerking so leingi, sáttmálin er í gildi. Tað er hann til á midnátt í kvøld. Sáttmálin er ikki galdandi fyri tyrlurnar hjá Atlantic Airways. Teir, sum flúgva tær, hava ein annan sáttmála enn tey, sum flúgva flogførini. George Eustice verður á almennari verkavitjan í Føroyum til hósdagin og tað er Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri, sum er vertur fyri vitjanini. Fiskimálaráðið boðaði fyri løtu síðani frá, at George Eustice lendir á middegi mikudagin. Síðani verður farið við tyrlu til Klaksvíkar, har fundur verður á Kósini við høvuðsleikarar í føroysku fiskivinnuni. Síðan gongur leiðin til Glyvrar, har hann fer at vitja Bakkafrost. Um kvøldið verður døgurði í Runavík, áðrenn leiðin gongur til Havnar við Brimli. Hósmorgunin fer bretski ráðharrin fyrst á kurteisisfund við Aksel V. Johannesen, løgmann, og síðan á fund við Poul Michelsen, uttanríkis og vinnumálaráðharra. Bóndin í Saksun, Jóhan Jógvansson, hevur fleiri ferðir í útvarpinum og aðrastaðni sagt, at hann er troyttur av nógvu ferðafólkunum, sum vitja í Saksun. Hann fær ikki frið inni hjá sær sjálvum, og tað ávirkar bæði arbeiðsdagin og privatlívið. Hann er troyttur av at verða avmyndaður í heilum og av nógvu ferðsluni bæði av bilum og fólkum til gongu. Og í síðstu viku vóru tvær hendingar, sum greitt vísa ónøgdina hjá bóndanum. Fyrst í vikuni skrivaði hann á ein vogn í Saksun boðskapin Hetta er ikki Disneyland, ferðafólk farið heim . Og leygardagin tosaði útvarpið við tvey ferðafólk, sum høvdu kent seg hótt av bóndanum. Nú er nýstovnaða menningardeildin hjá Visit Faroe Islands farin í samstarv við Sunda kommunu og bóndan um at finna loysnir uppá støðuna. Menningardeildin hevur millum annað til uppgávu at menna og skipa ferðavinnuna og tey økini, har nógv ferðafólk koma. Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, sigur við útvarpið, at menningardeildin er inni í málinum, men at vognurin við omanfyrinevnda boðskapinum kom upp sama dagin, sum deildin var á vitjan við Sunda kommunu fyri fyrstu ferð. Vit vilja gjarna hjálpa og finna loysnir, men fortreytin er, at tey lokalu vilja verða hjálpt, sigur hon og leggur afturat, at hendingarnar í Saksun kunnu vera ein hóttan fyri Føroyar sum ferðamannaland. Líka lítið sum vit føroyingar eru vanir við at vera hóttir, tá vit fara uttanlands at ferðast, líka lítið vænta ferðafólkini at verða hótt, tá tey eru, sigur Guðrið Højgaard. Sambært stjóranum í Visit Faroe Islands verður roynt at finna eina loysn í felag, sum bæði ferðavinnan, kommunan og tey lokalu eru samd um. Men tá norðmenn um ein mánað fara at hátíðarhalda tjóðardagin, verða tær veælkendu ballónirnar við heliummi ikki at síggja í mongum kommunum. NRK skrivar , at eitt vaksandi tal av býum halda, at ballónirnar eru ringar fyri umhvørvið, og at tað tí ikki verður loyvt at selja tær. Vit vilja ikki hava sølu av heliumsballónum. Ov nógv dálking er av teimum, sigur Egil Olsen, formaður í 17. mai nevndini í Stavanger við NRK. Í Tróndheimi hevur býráðið tó avgjørt, at loyvt er at selja tær, men so skulu ballónirnar hava eitt lodd í endanum, so tær ikki fara á flog og elva til dálking. Í Oslo fara tey at viðgera ballónmálið 25. apríl, skrivar NRK. Fløgan inniheldur 18 skeringar. Sangirnir vera sungnir av ymiskum bólkum og eistaklingum. Tey sum luttaka á fløguni eru Ólavur á Váli Olsen, Svein í Prestgarði, Kvartettin í Betesda, Petur Hans Hansen, Terje B Vestergaard, Tóra við Keldu, Oasubrøður, Hervør Sabina á Torkilsheyggi, Bill Justinussen, Pauli Høj, Torkil Mørkøre, Kristina N Hansen, Eyðun Jacobsen, Blátt Gras, Lisa Frederiksberg, Zamar, Vitin og Magni Cristiansen. M.a. hetta segði franski forsetin, Emmanuel Macron í eldhugaðari røðu í Evropaparlamentinum í dag, har hann eggjaði parlamentslimunum til at endurnýggja lyftið um at stríðast fyri og verja europeiskt fólkaræði, sum franski forsetin heldur er undir trýsti av autoriterum ráki. So valið er einfalt. Eg vil ikki vera partur av einum ættarliði av svøvngangarum, sum hevur gloymt sína fortíð. Eg vil ikki vera partur av einum ættarliði, sum noktar at viðurkenna plágurnar í egnari samtíð. Hvør einstakur fer at taka ábyrgd. Eg vil vera partur av einum ættarliði, sum hevur valt at verja sítt fólkaræði, segði Emmanuel Macron við evropeisku tinglimirnar. Franski forsetin hevur sett sær fyri at fáa veljararnar at taka ES í álvara aftur. Í røðu síni fordømdi hann, at fólk í Evropa verða bergtikin av tí illiberala, sum hann kallaði tað. Í fjør vann Emmanuel Macron franska forsetavalið við nýggja liberala flokki sínum La R publique en Marche, sum hevur ein sterkan ES vinarligan profil. Mótstøðukvinnan undir seinna umfarinum av valinum var Marine Le Pen, forkvinna í Front National, sum er nationalistiskur flokkur og sera atfinningarsamur móti ES. Røðan hjá Macron í Strasbourg í dag snúði seg um hansara visjón um fólkaræðiliga endurnýggjan av ES, nú nationalisma er vaksandi í ES londunum. Ein stór avbjóðing fyri Emmanuel Macron er, at hansara flokkur ikki hoyrir til nakran av høvuðsbólkunum í ES parlamentinum, sum skal veljast av nýggjum næsta ár. Kirstin Vang úr Havn tekur myndir av føroyska landslagnum og leggur tær javnan út á sína instagram síðu. Føroyar eru eksotiskar fyri fleiri útlendingar, og tí hava fleiri enn 33.000 fólk valt at fylgja Kirstini á instagram. Talið av fylgjarum vaksur fyri hvønn dag. Eg noyðist í øllum førum at leggja myndir út annan hvønn dag, tí eg má hava eina rútmu í, nær eg leggi út. Tað er eisini týdningarmikið, at myndirnar hava góðan kvalitet og eina søgu aftanfyri. Tað sigur 22 ára gamla Kirstin Vang. Flestu næmingar eru vanir at fáa eitt tal, sum vísir, hvussu støðið hjá teimum er í ávísum lærugreinum. Men karakterskipanin átti at verið endurskoðað, heldur Olav Absalonsen. Tað prutlar og kókar undir grýtunum, tá talan er um føroyska matmentan, fyrsta Michelin stjørnan er lend í Føroyum, og úr øllum heraðshornum koma fólk at smakka og sansa tað serføroyska. Hvussu skapar tú karmarnar og hvørjar eru visjónirnar fyri einum fjølbroyttum útboði av matstovum í Føroyum Hesar og aðrar spurningar seta vit Jóhannes Jensen, stjóra í Gist og Vist. Vit seta eisini kósina í Vestmanna Skúli, har fimm næmingar hava gjørt eina verkætlan við føroyskum havsalti og vit fara eisini at kanna, hvussu saltið smakkar. Vit vitja eisini í Skeiva Pakkhúsi, har Leif Sørensen, sum er millum kokkarnar, ið hevur orðað norðurlendska matmanifestið, í løtuni fyrireikar nýggja matstovu. Jóhann Mortensen er matelskari við stórum stavum. Hvørjar framtíðar møguleikar sær hann fyri sær, tá talan er um føroyska matvøruvinnu Hvørjir eru útbúgvingarmøguleikarnarir í Føroyum, tá talan er matvøruútbúgving Vit fara at fregnast, tá leiðarin á matvøruútbúgvingini á Tekniska Skúla í Klaksvík Magnus Norðberg, kemur á gátt. Vit fáa eisini orðið á kokkin og leiðaran Poul Andrias Ziska, tá vit fara á gátt í Koks, ið er einasta føroyska matstovan, sum hevur eina Michelin stjørnu. Og hvat verður gjørt fyri at marknaðarføra føroyska matmentan úti um lond Hesar og aðrar spurningar seta vit Levi Hanssen frá Visit Føroyum. Tú kanst hoyra sendingina her Jarðfeingi og J og K Petersen vita tó enn ikki, hví hendan spreinging kendist so ógvuslig. Soleiðis sá sprongingin út, sum skakaði fólk seinasta fríggjakvøld. Semingsstovnurin metir, at eitt høvðusmál í samráðingunum millum partarnar ikki er nóg væl viðgjørt. Mett verður, at tað er neyðugt, at partarnir í felag viðgera henda spurningin neyvari, áðrenn samráðingar um nýggjan sáttmála halda fram, skrivar Vinnuhúsið í tíðindaskrivi. Semingsstovnurin heitti tí á partarnar um at leingja galdandi sáttmála til 27. apríl á midnátt, og hesum eftirlíkaðu bæði Føroya Arbeiðsgevarafelag og Flogskiparafelag Føroya. Hetta merkir samstundis, at ein møguligur arbeiðssteðgur ikki kann byrja fyrrenn leygardagin 12. mai, sigur Vinnuhúsið í tíðindaskrivi. Fíggjarnevndin hevur skrivað álit í málinum um at gera nýggjan Hvalbiartunnil, sum Henrik Old, landsstýrismaður, hevur lagt fyri tingið. Meirlutin í fíggjarnevndini, tað eru umboðini hjá samgonguni, sigur, at nýggi tunnilin er ein tiltrongd dagføring av farleiðini millum Hvalba og Trongisvág, farleiðin verður styttri, tryggari og í mun til verandi leið minni ávirkað av veðri. Eisini er verkætlanin framtíðartryggjað, soleiðis at hædd er tikin fyri eini framtíðar Suðuroyarleið. Minnilutin, tað eru umboðini hjá andstøðuni, halda, at Fámjinstunnilin eigur at verða boðin út samstundis. Hetta fer at gera, at Fámjinstunnilin fer at verða bæði bíligari og skjótari bygdur, enn ætlanir landsstýrisins eru við einum boritoymi. Tað er eitt uppskot til samtyktar, sum tveir samgongutinglimir, Heðin Mortensen og Kristin Michelsen, hava lagt fram saman við andstøðutingmonnunum Jenis av Rana, Kaj Leo Holm Johannesen, Jacob Vestergaard. Sambært tí uppskotinum, so skal tunnilin til Fámjins gera, bjóðast út samstundis, sum arbeiðið at gera Hvalbiartunnilin verður boðið út. Men tað uppskotið liggur framvegis í rættarnevndini. Kunngerðin at bjóða út rættindini at veiða svartkjaft, norðhavssild og makrel og botnfisk í Barentshavinum á uppboðssølu í ár er nú lýst. Skip, ið skulu fiska av rættidnum, ið verða keypt á uppboðið eftir kunngerðini, skulu verða undir føroyskum flaggi, og tey skulu hava fingið fiskiloyvi frá Vørn eftir umsókn. Løgtingið samtykti í gjár við 32 atkvøðum, at veita fíggjarliga trygd upp á í minsta lagi 10 milliónir krónur til at hava Oyggjaleikir í Føroyum í seinasta lagi í 2029. Ætlanin var at hava Oyggjaleikirnar í Føroyum í 2019, men ÍSF noyddist taka umsóknina aftur, serliga tí fíggjarligu fortreytirnar vóru ikki til staðar. Nú verður roynt aftur, og ætlanin er, at Føroyar skulu bjóða seg fram at hava Oyggjaleikirnar í 2029, 40 ár eftir, at teir fyrstu ferð vóru í Føroyum. Meirlutin í Trivnaðarnevndini, tað eru umboðini hjá samgonguni, mælir tinginum frá at samtykkja uppskotið til samtyktar, sum Jenis av Rana hevur lagt fyri tingið. Meirilutin staðfestir í áltitinum, at tað er møguligt hjá sjúklingum at fáa útskrivað cannabisolju frá læknum í Føroyum í dag. Allir læknar hava henda rættin, og neyðugt er tí ikki at søkja um serligt loyvi til tað. Í seinastu frágreiðing sínari hevur IMF varðveitt sína forsøgn um, at alheimsbúskapurin fer at vaksa við 3,9 bæði í ár og næsta ár. Men fremsti búskaparfrøðingurin hjá Gjaldoyragrunninum, Maurice Obstfeld, sigur sambært Reuters, at vøksturin kann minka í longdini, um fleiri tiltøk og móttiltøk verða sett í gildi av amerikanarum og kinesarum. Spurdur um hann heldur, at handilskríggj fer at bresta á, sigur Obstfeld við Reuters, at USA og Kina hava skotið nøkur ávaringarskot við sínum ætlanum um innflutningstoll, men hava ikki enn sett tey í gildi. Obstfeld sigur, at handilstiltøkini hjá Trump stjórnini fara at minka lítil um samlaða hallið á handils og gjaldsjavnanum, tí hesi hallini hava meira at gera við, at USA brúkar meira pening enn tey forvinna, skrivar Reuters. Talan er um sokallaða skipanarliga buffaran, sum í løtuni er 1 , men hann skal setast upp á 2 1. januar 2019 og upp á 3 frá 1. januar 2020. Skipanin er so, at danski vinnumálaráðharrin hevur skyldu til innan tríggjar mánaðir annaðhvørt at gera sum váðaráðið mælir til, ella at greiða frá, hví tilmælið møguliga ikki verður fylgt. Umboðini fyri danska vinnumálaráðið hava ikki atkvøðurætt í tiltøkum, sum Váðaráðið mælir til, og sum eru vend móti stjórnini. Í fráboðanini frá Váðaráðnum stendur, at danska stjórnin nú bíðar eftir, hvørja støðu landsstýrið hevur til tilmælið, áðrenn endalig støða verður tikin. Váðaráðið skrivar í sínum grundgevingum fyri at krevja betri fíggjarliga bjálving av peningastovnunum, at føroyski búskapurin er lítil og opin, og hevur ein vinnuligan bygnað, sum næstan bara byggir á fiski og alivinnu. Hetta ger, at føroyski búskapurin er viðbrekin fyri fíggjarligum nevsum, sum beinleiðis og óbeinleiðis kunnu elva til tap í peningastovnunum og gera sveiggini í real búskapinum størri. Ráðið heldur, at ein størri buffari ella betri fíggjarlig bjálving kann viga upp móti hesum veikleikunum í føroyska búskapinum, og at hetta fer at hava størri fíggjarligt støðufesti við sær. Váðaráðið sigur, at flestu føroysku peningastovnarnir fara at klára øktu kapitalkrøvini uppá 3 prosent, og at tað eisini er lættari hjá teimum nú tíðirnar eru so góðar fíggjarliga. Ráðið skrivar, at minsti peningastovnurin, sum er Suðuroyar Sparikassi, skal økja sítt kapitalprosent. Kortini er talan ikki um harða treyt, sigur Váðaráðið og greiðir frá, at um peningastovnar ikki halda nýggju krøvini, so missa teir ikki sítt bankaloyvi. Men so er kravið, at viðkomandi peningastovnur ístaðin letur Fíggjareftirlitinum eina ætlan um, hvussu pengarnir so skulu fáast til vega. Eisini kunnu avmarkingar verða lagdar á viningsbýti og bonus útgjøld. Kanningarliðið hjá OPCW, sum er altjóða felagsskapurin móti kemiskum vápnum, er nú sloppið inn í Douma í Sýria, har illgruni er um, at eitt kemiskt álop fór fram næstseinasta vikuskifti. Amerikansk embætsifólk hava sagt seg óttast fyri, at Russland, sum er sameint við Sýria, skal hava pilkað við prógvini á álopsstaðnum. Men bæði sýriska stjórnin og Russland tvíhalda um, at tað, sum fór fram í Douma, er pallsett av fíggindum. Aktivistar frá sýrisku andstøðuni, fólk frá heilsufelagsskapum og bjargingarfólk siga, at meira enn 40 fólk lótu lív, tá tunnubumbur við eiturevnum vórðu sleptar í einum luftálopi. Hetta var me ðan uppreistrardeildir enn høvdu ræði á Douma. Nú eru tað sýriskar og russiskar herdeildir, sum hava um teymarnar har. Kommunulæknafelagið heitir nú á fólk um at endurnýggja reseptir í góðari tíð, tí sáttmálin hjá felagnum gongur út tann 1. mai tað vil siga um góðar tvær vikur. Marjus Dam, formaður í kommunulæknafelagnum, sigur, at felagið ynskir, at sjúklingar eru varugir við hetta, soleiðis at sjúklingarnir kunnu fyrireika seg. Vandi er fyri, at vit hava ongan sáttmála 1. mai. Tí gera vit hetta, tí vit vilja hava at okkara sjúklingar fyrireika seg upp á, hvat møguliga kann henda, tá 1. mai kemur, sigur hann. Marjus Dam sigur, at partarnir ikki eru komnir á mál við samáðingunum enn, men at arbeitt verður fram ímóti einari semju áðrenn 1. mai. Vit eru í samráðingum, og vit eru ikki komnir á mál, og vit halda, at tað er rætt, at vit siga við sjúklingarnar, at teir eiga at fylla depotini hjá sær upp, so man ikki hevur trupulleikar tann 1. mai. Men vit eru so í samráðingum, og vit royna so at gera alt tað, sum vit kunnu fyri, at vit fáa ein sáttmála í hús. Tað er tað, sum vit ynskja at brúka tíðina frá nú og til 1. mai til, sigur Marjus Dam, sum ikki vil siga, hvørji krøv kommunulæknafelagið hevur. Í summum førum kunnu fólk, uttan at óttast, eta mat, sum annars skal eitast at vera ov gamal. Tað staðfesta tey á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Fólk verða alsamt meiri tilvitað um, hvussu skeivt tað er at tveita mat burtur, og sum tað sæst í grein á in.fo, heldur Heilsufrøðiliga Starvsstovan, at tað er neyðugt at kanna matoyðsl í Føroyum. Men tey halda eisini, at tað er neyðugt at upplýsa og kunna fólk betur, og eitt sum tey serliga halda, at tað er neyðugt at kunna fólk um, er, hvat teir ymsu upplýsingarnar um haldførið á matinum, í roynd og veru, merkja. Bjørk Sigurðsdóttir Lamhauge, nevndarlimur í Amnesty Føroya deild, og Moustafa Mahmoud, yngsti sakførari í danska kongaríkinum og gerandistaktivistur, vitja morgunsendingina. Moustafa Mahmoud er yngsti sakførari í danska kongaríkinum. Tað lá ikki í kortinum, at hann skuldi gerast sakførari hann var rebelskur og illsintur, tímdi illa at ganga í skúla og endaði ofta í bardaga. Men alt hetta fekk eina vend, og í dag kann hann kalla seg yngsta sakførara í ríkinum. Umframt at arbeiða sum sakførari, ferðast hann eisini í dag í skúlar og prátar við serliga ungar dreingir um, hvussu eisini teir kunnu koma burtur úr óføri og saktans kunnu vera smartir, frískir og livandi, samstundis sum teir tryggja sær eina góða útbúgving. Fiskimálaráðið tvíheldur um, at hollendingar ráða í NorthWest Pelagic, og tí sleppur Norðhavið ikki til fiskiskap. Øll viðurskifti eru í lagi, sigur reiðaríið, sum dregur Fiskimálaráðið í rættin. Í sendingini lýsa vit serliga málið um Atlantsfarið í Miðvági, sum varð selt til Kollafjarðar og skifti navn til Norðhavið, men mitt í søluni misti øll síni rættindi at reka fiskiskap í Føroyum. Nógv av hesum skrásetingum er nú talgilt, og tað er her trupulleikarnir koma. Til dømis hava fleiri sjófólk trupuleikar at fylgja við altjóða reglum og fleiri dømir eru um at føroysk sjófólk ikki fáa mynstrað. Sjóvinnustýri hevur sett í verk digitalisering av millum annað vinnubrøvum og mynstring. Um eitt skjal verður skeivt útfylt, kann hetta fáa fylgjur fyri sjómannin. Tí ræður um at fylla skjølini rætt beinanvegin. Hetta málið verður grundiga umrøtt á degnum. Tiltakið, Sjóvinnuforum, verður á Vinnuháskúlanum frá 24. mai frá klokkan 10 til 15. Hetta kom óvart á meg, tí har vóru so nógvir dugnaligir tónleikarar, sigur Fróði Bjarnason, ið vann kappingna Stella Polaris Sement leygarkvøldið. Sendingin hesa ferð lýsir serliga málið um Atlantsfarið í Miðvági, sum varð selt til Kollafjarðar og skifti navn til Norðhavið, men mitt í søluni misti øll síni rættindi at reka fiskiskap í Føroyum. Bretski ráðharrin í fiskivinnumálum er nú komin til Føroyar at hava fund við Høgna Hoydal og Poul Michelsen, landsstýrismenn um samband Føroya við Bretland eftir Brexit. George Eustice skal fyrst hitta fleiri vinnulívsfólk í fiskivinnuni í dag, áðrenn tingingarnar verða í Tinganesi fyrrapartin í morgin. Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum skal fáa eina avtalu í lag um handilssamband Føroya við Bretland í nýggju støðuni, sum verður, tá Bretland ikki longur er partur av handilsavtaluni, sum vit nú hava við ES. Hvussu langt partarnir koma nú, er óvist, men arbeiðsvitjanin hjá bretska ráðharranum er liður í at koma nærri einum nýggjum handilssáttmála. Bretland liggur á fimtaplássi yvir lond, sum Føroyar hava samhandil við, og útflutningurin til Bretlands var í fjør 770 milliónir. Tað er ein nýggjan karm um hendan handilin, sum Poul Michelsen, landsstýrismaður í morgin skal tingast við George Eustice um. Og so skal Høgni Hoydal, landsstýrismaður tingast við bretska ráðharran um, hvussu fiskiskapurin millum Føroyar og Bretland skal skipast, nú Bretland eftir Brexit verður strandaland og ikki longur verður fevnt av fiskiveiðuavtalunum, sum Føroyar hava við ES. Landsstýrið hevur síðani fólkaatkvøðuna í Bretlandi um at fara úr ES roynt at fyrireika seg til nýggju støðuna og setti ein bólk, ið millum annað skuldi fylgja gongdini og virka fyri føroyskum áhugamálum í sambandi við Brexit. Uttanríkis og vinnumálaráðið leiðir arbeiðið, og umboð úr Fiskimálaráðnum, Løgmansskrivstovuni, Fíggjarmálaráðum og sendifólkini í London og Brússel eru partur av Brexit bólkinum. Afturat arbeiðinum hjá Brexit bólkinum og sendistovunum viðger Fiskimálaráðið eisini tær broyttu umstøðurnar, sum Brexit fer at hava við sær fyri fiskiveiðisamstarvið í Norðuratlantshavi. Fyrra málningin av Tinganesi málaði Ingálvur av Reyni 27 ára gamal undir Seinna Heimsbardaga á skrivstovuni hjá pápanum, sum varð stjóri í Trygginarfelagnum Føroyar. Seinni málningurin, Gjøgnum tíð og rúmd, er málaður næstan 60 ár seinni. Hann skuldi upprunaliga hanga í løgtingssalinum, men Tryggingarfelagið endaði við at keypa hann. Báðir málningarnir eru ikki hinir einastu, sum Tryggingarfelagið nú Betri Samtakið eigur. Fleiri av listarverkunum eru samtíðarlist, sum starvsfólk í innanhýsis listarbólkinum hava borið eyga við. Tað var Jacob Vestergaard, tingmaður fyri Fólkaflokkin, ið spurdi landsstýriskvinnuna í Mentamálum, hvussu gekk við málinum um eftirskúla í Suðuroynni. Ein eftirskúlanevnd legði fram ætlanir um ein eftirskúla á Drelnesi í Suðuroy í oktober í 2015, og síðani skuldi nevndin kanna málið víðari. Fyri einum ári síðani, á vári í fjør, var eitt innleiðandi umfar av samskifti millum Mentamálaráðið og Tvøroyrar kommunu. Síðani tá hevur verið friðarligt, men arbeitt verður við málinum, segði Rigmor Dam millum annað í svarinum til Jacob Vestergaard. Hetta helt Jacob Vestergaard bera boð um, at lítið ella onki hendir í málinum. Hann segði, at peningur áður hevur verið settur av til eftirskúlan í Suðuroy, men tá eydnaðist ikki at brúka pengarnir til endamálið. Hann undraðist á manglandi samskiftið millum partarnar Tað framgongur, at tað hevur verið lítil røring í málinum frá Suðuroynni. Tað ljóðar eitt sindur undarligt, at tað fyri einum ári síðani varð samskift, og so hevur einki samskifti verið aftur, segði Jacob Vestergaard millum annað, og legði afturat, at hann vónaði, at eftirskúlatilboðið, sum stórur tørvur er á, skjótt verður sett á stovn. Bára Silvansdóttir gav sítt fyrsta staklag út í 2014. Síðani hevur hon givið fleiri stakløg út. Hon hevur seinastu tíðina gjørt vart seg á sosialu miðlunum, har hon hevur gjørt filmsbrot um svár evni, bæði tá tað við víkjur kroppin og sinnið. Á instagram bloggar hon um kropspositivitet, sum snýr seg um, at mann skal læra at elska seg sjálvan, júst sum mann er. Bára Silvansdóttir gav sítt fyrsta staklag út í 2014. Síðani hevur hon givið fleiri stakløg út. Hon hevur seinastu tíðina gjørt vart seg á sosialu miðlunum, har hon hevur gjørt filmsbrot um svár evni, bæði tá tað við víkjur kroppin og sinnið. Á instagram bloggar hon um kropspositivitet, sum snýr seg um, at mann skal læra at elska seg sjálvan, júst sum mann er. 13 kvinnur hava fingið staðfest bróstkrabba, nú umleið helvtin av kvinnunum millum 50 og 69 ár eru vorðnar skreenaðar fyri bróstkrabba. Krabbameinsfelagið fegnast sum heild um skreeningina og heldur, at hon ger ein mun, tí tær 13 kvinnurnar høvdu helst fingið staðfest bróstkrabba seinni, um skreeningin ikki varð sett á stovn. Tað er eitt gott ár síðani at mammografiskreeningin av øllum kvinnum millum 50 og 69 ár byrjaði. 5.600 kvinnur skulu samanlagt kannast, og higartil er heltvin av teimum inkallað. 1.912 kvinnur hava tikið av tilboðnum. Og tøl frá Landssjúkrahúsinum vísa, at av teimum kvinnunum, sum eru kannaðar higartil, hava 13 kvinnur fingið staðfest bróstkrabba. Tøl hjá Krabbameinsfelagnum vísa , at frá 2007 2016 hava í miðal 23 fólk fingið staðfest bróstkrabba í Føroyum um árið hjá kommunulækna. Men í fjør, tá skreeningin varð sett á stovn, fingu 31 staðfest bróstkrabba. Tað vil siga, at 18 fingu staðfest bróstkrabba hjá kommunulækna, og 13 fingu staðfest bróstkrabba í samband við skreeningina í 2017. Landssjúkrahúsið brúkar danskar og evropeiskar leiðregglur sum grundarlag undir mammografiskreeningini, og uppgerðin frá Landssjúrkahúsinum vísir, at føroyska skreeningin higartil er í tráð við hesar leiðregglur. Fyrsta innslag er prát við Mortan Poulsen, fyrrverandi stjóra í Tryggingarfelagnum, sum greiðir frá, hvussu tað ber til, at samtakið eigur 1000 listarverk. Hann tók herfyri stig til fleiri nýggjar matstovur í Australia, men tann royndin endaði, áðrenn hon byrjaði. Flestu matstovurnar eru longu stongdar, og tær sum eftir eru, eru seldar til fyritøkuna Hallmark, sum ætlar at reka tær víðari og nýta navnið, Jamie Oliver. Sunday Times skrivaði herfyri, at skuldin hjá fyritøkuni hjá Jamie Oliver í Bretlandi er umleið 800 milliónir krónur, og at hann skal skylda starvsfólkunum 2,2 milliónir pund. 42 ára gamli Jamie Oliver gjørdist kendur í 1999, tá hann fór at gera matsendingar fyri BBC. Matsendingarnar vóru øðrvísi enn tær, sum høvdu verið frammanundan, og Jamie Oliver gjørdist sera kendur um allan heimin. Hallmark, sum eisini er eitt kent felag, sum eigur nógvar matstovur, sigur seg fara at samstarva við Jamie Oliver um virksemið hjá honum í Bretlandi. Fleiri av matstovunum hjá Jamie Oliver í Bretlandi eru stongdar, og tað verður gjørt í eini roynd at bjarga felagnum hjá kenda kokkinum. Týska bilverksmiðjan Volkswagen, roynir at fóta sær aftur, eftir smellin sum hon fekk, tá tað í september í 2015 varð avdúkað, at verksmiðjan hevur svikað við teknisku útgerðini á nógvum bilum, so útlátið gjørdist minni, enn tað í veruleikanum var. Talan var um 11 milliónir bilar, sum stóðu ymsastaðni kring heimin. Í USA vóru um 600.000 bilar. Á vári í 2016 boðaði bilverksmiðjan frá, at hon fór at keypa 500.000 av bilunum aftur og umvæla teir. Síðani hevur verksmiðjan keypt 350.000 bilar aftur í USA, 13.000 av teimum eru umvældir og seldir aftur, meðan 28.000 bilar eru fyribeindir. Til tað hevur VW nýtt meir enn 57 milliardir krónur. Reuter hevur kannað viðurskiftini og er komin fram til, at 294.000 bilar standa á 37 parkeringsøkjum í USA, sum eru gjørd til endamálið. Ein talskvinna fyri Volkswagen sigur við Reuters, at bilarnir standa á goymslu, til teir eru umvældir og kunnu seljast. Men tað eru ikki nógv sum trúgva, at bilarnir kunnu seljast, tí teir fara illa av at standa. Tilsamans sjey lond vilja gerast limir í ES, og sambært uttanríkisráðharranum, Federica Mogherini, er gongdin tann rætta vegin í øllum sjey londunum. Tað høvdu vit ikki roknað við fyri trimum árum síðani, sigur Mogherini. Samráðingarnar við Turkaland steðgaðu eftir kvettroyndina í 2016, og har eru í løtuni smá útlit fyri framgongd, sigur ráðharrin hjá ES, sum stendur fyri samráðingunum við londini sum vilja uppí, Johannes Hahn. Hann sigur seg hava varhugan av, at Turkaland flytir seg burtur frá ES, serliga tá talan er um rættartrygd og grunleggjandi rættindi í landinum. Nógv uppskot hava verið umrødd hesi árini. Seinastu tíðina eru tað tvey sera snotilig uppskot, sum hava verið umrødd. Eitt við kirkjuna og eitt úti á Gjógv, harav tað seinna verður valt, skrivar Vága kommuna á heimasíðuni. Í sjónvarpsrøðu sigur turkiski forsetin, at bráfeingis tørvur er at leggja landið um til tað, sum hann kallar eitt útinnandi forsetaveldi , skrivar The Guardian . Tann, sum vinnur valið í summar, fer at fáa ómetaligt vald. Tí fólkaatkvøðan, sum var í Turkalandi í fjør, gav longu forsetanum nógv meira vald, tí valdið hjá parlamentinum bleiv skert so nógv. Hóast forsetin og stjórnin, sum nú er, arbeiða saman, so eru sjúkurnar í gomlu skipanini ein forðing fyri hvørt einasta stig, sum vit taka , segði Erdogan í røðuni, sum varð sjónvarpað beinleiðis. Gongdin í Sýria og aðrastaðni ger tað alneyðugt við nýggjari útinnandi skipan, so vit kunnu taka stig til landsins framtíð á sterkari hátt, sigur Erdigan í røðu síni. Eitt miseydnað statskvett í Turkalandi í 2016 hevur havt við sær, at tíggjutúsundtals fólk eru koyrd úr sínum arbeiði og ella sett í fongsul innan dómsvald, embætisverk, herin, løgreglu, fjølmiðlar og universitet í Turkalandi. Nú ætlanin er at fáa enn meira vald inn undir forsetan, tekur Turkaland eitt stig afturat burtur frá fólkaræðiligu parlamentarismuni, siga eygleiðarar. Fyri summi er kristindómurin og tann kristni gudurin ein livandi veruleiki. Fyri onnur finst eingin skilagóð grundgeving fyri, at ein gud finst, og at kristindómurin er sannleikin. Í hesum sætta og seinasta partinum í røðini Gud signi Føroyar hitta vit felagið Gudloysi og ein sonevndan trúarverjuskúla í Nesvík, sum lærir ung at verja kristnu trúnna, tá onnur finnast at. Men í hvítusunnusamkomuni Filadelfia í Havn leggja tey dent á, at tann kristna trúgvin byggir á upplivingar heldur enn grundgevingar. Og vit eru á sandinum í Fuglafirði, har fleiri hundrað ung frá alskyns samkomum fylkjast í bøn. Eyðgun Samuelsen, landsstýriskvinna í Almannamálum, hevur lagt trý av teimum fram, og Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, hevur lagt trý av uppskotunum fram. Men síðani Ternan fór á beding, eru sýnsmenn, sum hava kannað ein av tangunum, komnir til ta niðurstøðu, at neyðugt er at skifta nakað av stáli aftarlaga í skipinum, sæst á heimasíðuni hjá Strandferðsluni. Tunlarnir Norð um Fjall, tað eru tunnilin til Árnafjørð og tunnilin til Norðdepil og Hvannasund, verða ikki framskundaðir og verða heldur ikki fíggjaðir av Norðoyatunnlinum. Meirilutin í rættarnevndini tekur ikki undir við uppskotinum frá andstøðutingfólkum um at knýta tunlarnir Norð um Fjall uppí PF Norðoyatunnlin. Andstøðan legði uppskot fram um hetta, tí andstøðan metir, at hetta hevði framskundað tunlarnar eini trý fýra ár, og sloppið hevði verið undan at brúkt meira, enn tað fíggjarkarmarnir siga. Men meirilutin í Rættarnevndini heldur tað ikki vera skilagott, at taka einstakar verkætlanir burtur úr frammanundan raðfestu samferðsluætlanini hjá Landsverki og fíggja hesar við gjaldsvegum tunlum, sum tilvildarliga liggja nærindis, sum meirilutin málber seg. Hinvegin metir minnilutin, tað eru umboðini hjá andstøðuni, at tað er so akut nú, at verkætlanin má í gongd beinanvegin og kann ikki bíða eftir, at pláss kann finnast innan fyri íløgukarmar landsins. Í fyrra byggistigi eru vegir og leiðingar gjørdar til í alt 13 grundøki. Við hesum arbeiðinum verða 4 grundøki løgd afturat, og kann Vága kommuna tí í næstum bjóða 17 grundøki út, skrivar kommunan á heimasíðuni . . Bíðilisti er til at keypa grundøki í Miðvági, og kommunan væntar at øll stykkini verða seld beinanvegin. Fyrra byggistig varð avhendað ein góðan mánaða áðrenn tíð, og seinna byggistig verður væntandi liðugt um hálvan juni, sæst á heimasíðuni hjá Vága kommunu. Uttanríkis og vinnumálaráðið hevur seinastu tíðina fyrireikað arbeiðið í samstarvi við nevnd og leiðslu í Posta og saman við Posteftirlitinum. Einskiljingarbólkurin hjá landsstýrinum hevur eisini viðgjørt ætlanina. Fyrireikingarnar eru nú lidnar og málið er búgvið at fara til hoyringar, sigur Poul Michelse, landsstýrismaður í tíðindaskrivinum. Tað er mín fatan, at bæði samgongan og partur av andstøðuni taka undir við uppskotinum. Tilgongdin at selja Posta byrjar eftir Ólavsøku, tá Løgtingið væntandi hevur givið heimild at einskilja. Tíðirnar eru góðar, og Posta er í dag ein væl rikin fyritøka, sum óivað hevur fleiri áhugaðar keyparar, sigur landsstýrismaðurin í tíðindaskrivinum. Sama veitingarskylda, sum í dag tryggjar postútbering kring landið, verður áløgd einskilda felagnum. Við skylduni fylgja neyvar treytir um sama prís og sama reglusemi. Í sølusáttmálanum verður veitingarskyldan áløgd keyparanum í minst 10 ár. Almennu áhugamálini viðvíkjandi postvirksemi eru skipað í postlógini. Tí er ikki neyðugt, at landið eisini eigur fyritøkuna, sum rekur postvirksemið í Føroyum. Tað er ikki ætlanin, at einskiljingin skal ávirka postútberingina. Postur er í dag ein lutsfalsliga lítil partur av virkseminum hjá Posta, sum í størri mun er ein logistikk og flutningsfyritøka í kapping við privatu vinnuna, sigur Poul Michelsen. Í 2005 varð Postverk Føroya lagt um til eitt alment partafelag. Raksturin var tungur fyrstu árini, men so líðandi er gongdin vend, og P F Postverk Føroya hevur havt vinning á hvørjum ári síðan 2013. Vit hugsaðu, at tað hevði verið snilt, um vit kundu brúkt avlopsrøturnar til okkurt, sigur Jógvan Jón Petersen, bóndi í Stóri Dímun. Í samstarvi við Janus Vang á Inova og Søren Antoft, ið bryggjar hjá Okkara, var farið undir royndirnar at fáa sterkan løg burturúr. Hann veit ikki rættiliga, hvussu langa tíð tað fer at taka, áðrenn farið verður undir veruliga framleiðslu, men tað hevði verið stuttligt, um okkurt kom út í heyst, tá tann rótin er klár, leggur hann afttrat. 18 umsóknir hava fingið játtað stuðul í 2018 fyri tilsamans 800.000 krónur. Verkætlanin í Dímun hevur fingið 50.000 krónur í stuðli. Á hvørjum ári fær Tórshavnar kommuna nógvar fráboðanir um oljudálking á sjógvi. Hesar oljudálkingar vil Tórshavnar kommuna steðga, og tí letur Tórshavnar havn øllum smábátum í kommununi eitt kjølsvín. Hetta hevur hjálpt væl, sigur Turið Horn, forkvinna í Náttúru og umhvørvisnevndini hjá Tórshavnar kommunu, og hetta eigur at minka um upphøddina, sum Tórshavnar kommuna á hvørjum ári setur av til at rudda oljulekar, leggur Turið afturat. Niels Kári Samuelsen, frá Tórshavnar havn sigur, at sum heild, eru bátaeigarar raskir at brúka hesi kjølsvín. Eitt kjølsvín dregur spilloljuna, sum lekur frá motorinum niður í kjølin, í seg, og tá kjølsvínið er fult, verður tað tveitt í eina ruskspannn, og bátaeigarin kann so biðja um eitt nýtt svín. Seinasti partur av Gud signi Føroyar verður í kvøld, og hesa ferð varpar sendingin ljós á gudloysi og gudstrúgv eitt nú í mun til føroysku fólkaskúlalógina. Bæði Humanistafelag Føroya og felagið Gudloysi halda, at føroyska fólkaskúlalógin eigur at broytast, tí hon ger mismun á fólki í mun til átrúnað og lívsáskoðan. Hetta kemur til sjóndar í sætta og seinasta partinum í sjónvarpsrøðini Gud signi Føroyar, sum kemur á skíggjan í kvøld klokkan 19.20. Sí brot úr sendingini omanfyri. Tað merkist á apotekinum í Havn, at formaðurin í Kommunulæknafelagnum mikumorgunin heitti á borgarar um at fyrireika seg til eitt møguligt verkfall 1. maj og at fylla depotini . Seinnapartin mikudagin komu nevniliga óvnaliga nógvar repseptir inn á apotekinum. Vit eru í samráðingum, og vit eru ikki komnir á mál, og vit halda, at tað er rætt, at vit siga við sjúklingarnar, at teir eiga at fylla depotini hjá sær upp, so man ikki hevur trupulleikar tann 1. mai. Men vit eru so í samráðingum, og vit royna so at gera alt tað, sum vit kunnu fyri, at vit fáa ein sáttmála í hús. Tað er tað, sum vit ynskja at brúka tíðina frá nú og til 1. mai til, segði Marjus Dam við útvarpið mikudagin. Og sigast má, at fólk hava ikki ligið á boðunum frá formanninum í kommunulæknafelagnum um at fylla depotini. Hetta hava tey merkt á Tjaldurs apoteki í Havn, sigur Ragnar Stakksund, leiðari á fjardeildini á Tjaldurs Apotekið. Her eru komnar nógv fleiri reseptir oman, enn tað vanliga ger. Telefondaman hjá okkum hevði úr at gera í gjár, har komu væl fleiri fyrispurningar um reseptina, sigur Ragnar Stakksund og leggur afturat, at um reseptir eru endurnýggjaðar, er ikki neyðugt at koma á apotekið at heinta heilivágin beinan vegin, tí reseptir eru galdandi í tvey ár. Apotekið hevur opið sum vanligt, og Ragnar Stakksund væntar ikki, at medisingoymslan kemur í uppisetu, um kommunulæknarnar fara í verkfall. Kommunulæknafelagið boðaði í februar frá, at felagið hevði sagt sáttmálan við Heilustrygd og Heilsumálaráðið upp. Tá segði Marjus Dam, at sáttmálin er minst 12 ára gamal og eigur at vera dagførdur, skal viðgerin ikki vera afturúrsigld. Í Danmark kom nýggjur sáttmáli í gildi fyri kommunulæknar í Danmark, og kommunulæknafelagið vil, at arbeiðstreytirnar í Føroyum verða eins góðar og í grannalondunum. Samráðingar hava verið, síðani sáttmálin var sagdur upp, og eisini í gjár var fundur millum partarnar. Og samráðingarnar halda áfram, sigur stjóri á lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum. Í fjør heyst fór Havnar Sjónleikarfelag í samstarvi við Teatur Grugg undir spennandi verkætlan. Ria og Súsanna Tórgarð úr Grugg stovnaðu ein bólk av 6 áhugasjónleikarum, sum øll eru limir í Havnar Sjónleikarfelag. Systrarnar høvdu verið í Skotlandi, og har fingu tær hugskotið at gera henda sjónleikarabólkin. Leikurin, sum tær sóu í Skotlandi var ein stytt útgáva av Macbeth hjá William Shakespeare. Tær fingu handritið heim við, og so hevur Ria Tórgarð føoyska handritið. Leikurin er ein stytting og umskriving av upprunaliga leikinum. Og hóast søgan um Macbeth er døpur og ógvuslig, og snýr seg um svik, maktgirnd og morð, so er hesin leikurin samstundis skemtiligur og festligur, og ikki minst hugtakandi og spennandi. Ein samanseting av brotum úr upprunaliga tekstinum hjá Shakespeare, nútíðarteksti, tónleiki, dansi og sangi. Ria og Súsanna Tórgarð úr Teatur Grugg, stovnaðu bólkin Shakespeare Unplugged í August 2017 í samráð við Havnar Sjónleikarfelag. Síðani hava vit arbeitt miðvíst at menna førleikarnar hjá luttakarunum at spæla sjónleik og Djarvi Macbeth er fyrsti leikurin hjá bólkinum. Fleiri kanningar skulu gerast, tí tað er ikki vist, at kortið í framtíðini verður eitt kort úr plasti, men at nóg mikið verður at vísa andlitið ella nýta ein fingur, tá goldið verður, sigur hann. Nýggja skipanin virkar á sama hátt, sum tá fingurin verður nýttur á eini iPhone. Tá verða æðrarnar skannaðar í fingrinum, og tað skuldi verið nóg mikið sum trygd. Seinasti partur av Gud signi Føroyar verður í kvøld, og hesa ferð varpar sendingin ljós á gudloysi og gudstrúgv eitt nú í mun til lógirnar í landinum. Tummas Jacobsen, samkomuleiðari í hvítusunnusamkomuni Filadelfia í Havn, heldur, at trúgvandi fingu ein boomerang í høvdið. Hann sipar til politisku orrustuna um grein 266b í revsilógini, sum var í hæddini frá 2005 til 2008. Kjakið snúði seg um, hvørt orðingin kynslig orientering skal hava innivist í hesi lógargreinini, sum ásetur nøkur mørk fyri, hvat ein kann siga alment um minnilutar. Altjóða Valutagrunnurin, IMF, ávarar nú um ovurhondsstóru skuldina, sum er kring heimin. Stovnurin hevur gjørt upp, at samlaða skuldin er 987 milliardir krónur, og at skuldin er hægri nú, enn tá fíggjarkreppan herjaði fyri 10 árum síðani. Tí heitir IMF bæði á privat og tað almenna um at minka um skuldina, tí tað er einasta loysn, um illa vil til, og hóttafall aftur rakar heimin. Vitor Gaspar, sum er fíggjarstjóri í IMF, nevnir serliga USA, tí hann heldur, at USA er einasta framkomna landið, sum ikki hevur ætlanir um at minka um skuldina við at hækka skattin. Valutagrunnurin vísir á, at um privati sektorurin fer at minka um skuldina ov skjótt, so kann tað fáa alvarsligar fylgjur, og kann hava eina nýggja fíggjarkreppu við sær. Heimsbúskapurin veksur skjótt, og tí eiga lond sum USA ikki at lækka skattin og økja almennu útreiðslurnar, men heldur at royna at rinda almennu skuldina aftur, sigur IMF. Maðurin sat í einum opnum íslendskum fongsli, og týsnáttina eydnaðist honum at rýma úr fongslinum. Sambært myndugleikunum er hann farin til Svøríkis við einum flogfari, sum íslendski forsætisráðharrin eisini var við í. Hann brúkti falskt navn fyri at sleppa við flogfarinum. Hann hevði ikki fyri neyðini at vísa passið, tí bæði Ísland og Svøríki eru við í Schengen samstarvinum. Ein talsmaður fyri svensku løgregluna sigur, at løgreglan í Svøríki ikki hevur tikið mannin, men at handtøkuboð eru kring allan heimin. Eftir stóra teldustuldurin varð maðurin tikin saman við 22 øðrum og skuldsettur í sonevnda stóra bitcoin kvettinum, sum málið verður rópt í Íslandi. Talan er um stuldur, sum er ókendur í Íslandi, sigur leiðarin av kanningararbeiðinum, Olafur Helgi Kjartansson, við svenska blaðið, Aftonbladet. Hildið verður, at talan er um størsta stuldurin, sum er framdur í Íslandi, sigur hann. Og uttan iva er talan um skipaðan stuldur, leggur hann afturat. Íslendska løgreglan nýtti elnetið til at finna tey 22 fólkini. Nógvar telduskipanir eru í Íslandi, sum arbeiða við bitcoin, tí el er bíligt í Íslandi. Tað er framvegis ógreitt, nær altjóða kanningarfólkini, sum skulu kanna eiturgassið í sýriska býnum, Douma, sleppa inn í býin. Tað er ikki eydnast teimum enn. Týsdagin frættist frá BBC, at fólkini frá OPCW vórðu sloppin inn í býin, men nú skriva fleiri tíðindastovur, at skotið varð eftir fólkunum, tá tey týsdagin royndu at sleppa inn í býin. Kanningarliðið kom til Damaskus leygardagin, og hóast tey fleiri ferðir hava roynt at sleppa til Douma, sum liggur tætt við høvuðstaðin, so er tað ikki eydnast. Russiskar og sýriskar keldur hava upplýst, at fólkini ikki hava neyðugu loyvini frá ST at fara til Douma. Sjálvi siga tey seg ikki vera part av ST, og at øll loyvi eru í lagi. Tey fara ikki til býin, fyrr enn trygdin er í lagi, sigur leiðarin fyri stovnin, Ahmet Uzumcu, sum leggur afutrat, at í løtuni er alt óvist. Russland sigur seg hava havt eitt kanningarlið í Douma, og at eingi tekin eru um, at eiturgass varð brúkt í býnum. Russland sigur seg kortini stuðla einari óheftari kanning í býnum. Í nátt sendi amerikanski rúmdarstovnunin, NASA, eina rakett út í rúmdina, sum næstu tvey árini skal kanna nýggjar planetir, og møguleiga eisini, um lív kann vera á planetunum. NASA sigur seg rokna við, at rakettin fer at finna minst 20.000 sonevndar eksoplanetir, sum eru í ringrás um aðrar stjørnur enn sólina. Roknað verður við, at 50 av teimum verða á stødd við jørðina. Eisini verður væntað at finna 300 aðrar planetir, sum eru tvær ferðir so stórar sum jørðin. Fyri summi er kristindómurin og tann kristni gudurin ein livandi veruleiki. Fyri onnur finst eingin skilagóð grundgeving fyri, at ein gud finst, og at kristindómurin er sannleikin. Í hesum sætta og seinasta partinum í røðini Gud signi Føroyar hitta vit felagið Gudloysi og ein sonevndan trúarverjuskúla í Nesvík, sum lærir ung at verja kristnu trúnna, tá onnur finnast at. Men í hvítusunnusamkomuni Filadelfia í Havn leggja tey dent á, at tann kristna trúgvin byggir á upplivingar heldur enn grundgevingar. Nógv er á skránni á Savnsfagnaðinum, sum verður í Vágum um vikuskifti. Vit tosa við stigtakaran og samskiparan, Rósu Samuelsen, sum eisini er forkvinna í Sandavágs Bygdasavni. Jan Erik Simonsen er stigtakari til heimasíðuni Vágaskip. Jan Erik sigur okkum um maritima áhugan og framsýningina, sum verður í Høllini á Giljanesi. Leygarkvøldið verður kvøldseta í Pakkhúsinum hjá Jógvani og Onnu Sophie í Sørvági. Vit tosa við Marnu Jacobsen, sum hetta kvøldið heldur fyrilestur um ullbinding og binding. Illa Beinta var kanska ikki so ill kortini. Tað hevur Lydia Laksafoss funnið fram til, tá hon hevur granskað søguna. Vit hitta Lydiu Laksafoss, Jákup Paula í Eyðansstovu, Maritu Dalsgaard og Anniku Johannesen, sum øll gera sítt til spennandi tiltakið Beinta the untold story, leygardagin. Úti á Gjógv í Sandavági finna vit gamla saltfiskahúsið hjá Jógvan Elias Thomsen, sum er varðveitt sum ein perla og eitt minni um eina farna og týdningarmikla tíð í føroyskum vinnulívi. Og tað er Atli Gregersen, sum hevur tikið stig til at umvæla bæði fiskastykki og virkisbygningar. Vit tosa við Atla um verkætlanina og Heina F. Petersen um tíðina, tá nógv fiskaarbeiði var í húsinum. Hetta og meiri afturat í Nón, sum varð send beinleiðis úr Kaf Manna í Miðvági. Tú kanst hoyra sendingina her Kringvarpið stroymur báðar FM finalurnar leygardagin. Kvinnufinalan millum VÍF og Kyndil verður í Vestmanna klokkan 16 og mansfinalan millum H71 og Neistan verður í Hoyvíkshøllini klokkan 19. Meirlutin í Trivnaðarnevndini hevði gjørt broytingaruppskot, og eftir drúgt orðaskifti í tinginum í gjár, varð pensjónsnýskipanini samtykt við 19 atkvøðum fyri og 12 ímóti. Magni Laksáfoss atkvøddi saman við samgonguni. Páll á Reynatúgvu legði í gjár broytingarupsskot fram, tí hann tók ikki undir við, at pensjónsaldurin hækkar. Men tað uppskotið tók hann aftur. Eftir hann hevði tikið uppskot sítt aftur, legði Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins, tað framaftur. Men tá atkvøtt var um tað uppskotið, fall tað. 12 atkvøður vóru fyri og 19 ímóti. Pensjónsnýskipanin skal nú til triðu viðgerð í tinginum, áðrenn hon er endaliga samtykt. Enn er málið ikki sett á skrá, men tað verður væntandi í næstu viku, tí ætlanin hjá tingformanninum er, at tingið skal heim í summarfrí flaggdagin, sum er mikudagin. Hann syngur, málar, og hann skrivar løg. Jóannes Jakobsen hevur fingist við nógvar ymiskar listagreinar. Hann hevur givið tríggjar fløgur út, har allar komu út í 90 inum. Tíðin, tá brennandi ynski um fullveldi valdaði. Hann hevur eina menniskjasliga og pedagogiska tilgongd til alt, hann fæst við. Í fleiri ár hevur hann arbeitt við fólki, ið hava menningartarn. Reyði tráðurin hjá Jóannesi er, at alt skal vera í samspæl við menniskju, og at tað hevur týdning at vera um menniskju, Talan var um níggju triðju viðgerðir og eina aðru viðgerð. Allar triðju viðgerðirnar vóru samtyktar við stórum meiriluta, meðan aðru viðgerðin, sum var um fylgibroytingar í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi, fór til 3. viðgerð við 17 atkvøðum fyri og 12 ímóti. Millum annað hevur landsstýriskvinnan í Fíggjarmálum nú fingið heimild at veita trygd fyri í minsta lagi 10 milliónum krónum til Oyggjaleikir í Føroyum. ÍSF noyddist at taka umsóknina um at hava Oyggjarleikirnar í Føroyum í 2019 aftur, serliga tí fíggjarligu fortreytirnar vóru ikki til staðar. Eisini uppskotið hjá landssstýriskvinnuni í almannamálum um at byggja vardar bústaðir og bú og umlættingarheim í Havn til børn og ung við autismu varð einmælt samtykt. Bú og umlættingarheimið til børn og ung við autismu fer at hava seks búpláss og seks umlættingarpláss, og harumframt verður eitt dagtilboð til umleið 15 børn og ung. Verkætlanin fer samanlagt at kosta í mesta lagi 87 milliónir krónur, og allar tríggjar verkætlanirnar skulu eftir ætlan verða lidnar í 2022. Og ein lóg, sum hevur verið leingi ávegis, varð einmælt samtykt í løgtinginum hósdagin. Talan er um lóg um at varðveita talgilt tilfar. Landsskjalasavnið hevur síðani 2005 víst á, at tørvur er á haldgóðari varðveiting av talgildum tilfari. Og Mentanarnevndin í Løgtinginum metir, at uppskotið tryggjar tað. Millum annað tí at uppskotið loyvir Landsskjalasavninum at gera eina góða avtalu við danska Ríkisskjalasavnið um varðveiting av talgildum savnum í Føroyum. Harafturat fær landsstýrismaðurin heimild at gera reglur fyri stovnar og myndugleikar um avhending, varðveiting og vraking av talgildum savnum. Broytingar í lógini um mynstring varð eisini einmælt samtykt í løgtinginum. Mynstringarlógin er frá 1988, og tí var mett at tørvur var á dagføringum. Lógarbroytingarnar hava millum annað við sær, at mynstringar nú kunnu gerast talgilt, og talgildingin fer at gera tað lættari at hava eftirlit við, at øll viðurskifti eru í lagi tá mynstrað verður. Og so vóru eisini broytingar í kommunustýrislógini samtyktar við 28 fyri og tveimum ímóti. Hesar broytingar hava við sær, at Heilsu og innlendismálaráðið fær heimild at seta í verk tiltøk sambært kommunustýrislógini mótvegis kommunusamstørvum, ið eru ásett við lóg. Uppskotið um lógarbroytingina kom, eftir at Løgtingsins umboðsmaður og Innlendismálaráðið funnust hvassliga at stýrinum fyri Økistænastuna í Sandoyar sýslu, tá tað setti leiðara í 2015. Hóast Innlendismálaráðið fanst at stýrinum, fekk tað einki gjørt, tí lógin hevði onga heimild til at fara eftir kommununalum samstørvum. Meirilutin í Rættarnevndini, sum er Kristin Michelsen, Sonja J. Jógvansdóttir, Ingolf S. Olsen og Ruth Vang, metir málið um hjúnabandslógina sum avgreitt og mælir frá at samtykkja uppskotið. Meirilutin heldur ikki, at tað er rætt at taka rættindi frá fólki, og at fólkaatkvøður ikki skulu nýtast sum amboð í spurningum um mannarættindi. Tað er Dimmalætting, sum hevur kannað, hvussu nógv almennu leiðararnir fáa, og tað er avmarkað til teir stjórar, sum aðalráðini seta beinleiðis. Tað vil siga, at teir stjórar, sum tildømis verða settir av einum stýri ella eru stjórar í almennum partafeløgum, ikki eru á listanum. Hann fær meira enn 98.000 krónur um mánaðin við eftirløn og viðbót. Viðbótin er beint undir 28.000 krónur um mánaðin, og eftirlønin góðar 12.500 krónur hvønn mánað. Hann fær 85.000 krónur um mánaðin við eftirløn og viðbót. Viðbótin hjá Pál Weihe er næstan 16.000 krónur um mánaðin, og eftirlønin 14.000 krónur hvønn mánað. Á triðjaplássi stendur Hjalti Gunnarstein, landsapotekari. Hann fær 82.500 krónur um mánaðin við eftirløn og viðbót. Viðbótin er 23.500 krónur um mánaðin, og eftirlønin 12.500 krónur. Fýra kvinnur eru á listanum. Marjun Hanusardóttir, stjóri á løgmansskrivstovuni, sum er á fimtaplássi, Thurid Arge, aðalstjóri í Heilsumálaráðnum, sum er á 9. plássi, Gunnbjørg Guttesen, varastjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi, sum er á 30. plássi, og so Súsanna Olsen, varastjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, sum liggur á 32. plássi. Tað er Dimmalætting í dag, sum hevur stórt tema um almennu stjóralønirnar, har millum annað talvan niðanfyri er at finna. Landssjúkrahúsið Johan Jansson Varastjóri Arbeiðsheolsa og almannaheilsa Pál Weihe Yvirlækni Landsapotekarin Hjalti Gunnarstein Uttanríkis- og vinnumálaráðið Herálvur Joensen Aðalstjóri Løgmansskrivstovan Marjun Hanusadóttir Løgmansstjóri Sjúkrahúsverkið Jóanis Erik Køtlum Forstjóri Almannaráðið Eyðun Mohr Hansen Aðalstjóri Fíggjarmálaráðið Bjarni A. Bjarnason Aðalstjóri Heilsumálaráðið Thurid Arge Aðalstjóri Mentamálaráðið Poul Geert Hansen Aðalstjóri Samferðslumálaráðið Rúni Joensen Aðalstjóri Fiskimálaráðið Rógvi Reinert Aðalstjóri Tjóðsavn Føroya Herleif Hammer Stjóri Glasir Bogi Bech Jensen Rektari Landsverk Ewald Kjølbro Stjóri Strandfaraskip Landsins Hilmar Eliasen Stjóri Almannaverkið Edvard Heen Stjóri Klaksvíkar Sjúkrahús Heri Ellingsgaard Stjóri Suðuroyar Sjúkrahús Ronnie Midjord Stjóri Vørn Elmar Højgaard Stjóri Miðnám á Kambsdali Páll Isholm Rektari Nám Eyðun Gaard Stjóri Undirvísingarstýrið Hjalmar Hansen Stjóri Umhvørvisstovan Petur Nielsen Stjóri Lønardeildin Jan Mortensen Lønarstjóri Arbeiðs og Brunaeftirlitið Leivur Persson Stjóri Búnaðarstovan Tróndur G. Leivsson Stjóri Heilsutrygd Egil á Bø Stjóri Tekniski Skúli Sjómansskúlin í Klaksvík Rúni Heinesen Stjóri Vinnuháskúlin Wilhem E. Petersen Skúlastjóri Suðuroyar Sjúkrahús Gunnbjørg L. F. Guttesen Varastjóri Klaksvíkar Sjúkrahús Súsanna Olsen Varastjóri Miðnám, Vestmanna Jákup Andrease Skúlastjóri Tað heldur samgongan í Vinnunevndini, sum viðgjørdi nógvu broytingarnar í lógini um sjófeingi ella í fiskivinnunýskipanini, sum kom í gildi á nýggjárinum. Samgongan vil geva landsstýrismanninum í fiskivinnumálum størri heimild at geva undantak frá kravinum um, at allur fiskur skal í land í Føroyum. Men samgongan, sum er í minniluta í Vinnunevndini, heldur tað vera neyðugt at orða heimildina soleiðis, at hon hevur neyðugan smidleika, tó uttan at fara burtur frá endamálinum við ásetingini í lógargreinini. Minnilutin nevnir húkaflotan, sum roynir undir Íslandi. Tað er ikki skilagott altíð at fara til Føroya við fiskinum. VIt eru í 3.flokki í skúlanum á Giljanesi. Tey hava evnisarbeiði í samband við savnsfagnaðin. Hvat er Eyðanstovuskipið Vit vilja fegin vita. Eisini hava tey gjørt dukkusjónleik og eitt skip. Kristina Samuelsen, sum varð sett sum kanningarnstjóri, sigur við Norðlýsið, at hon fekk hoyringarsvar frá Løgmanni og Landsstýrismanninum í Fiskivinnumálum fyrradagin, og at hon boðaði formannskapinum frá, at frágreiðingin var klár til at handa løgtinginum í gjár. Eg kann ikki sigað nakað um kanningina sjálva, fyrr enn úrslitið er alment, men eg havi lagt stóra orku í at gera kanningina lidna, áðrenn tingið fór í summarfrí, sigur Kristina Samuelsen við Norðlýsið. Eisini skuldi kanningarstjórin kanna um Aksel V. Johannesen, løgmaður, røkti eftirlitsskyldu sína við landsstýrismanninum á fullgóðan hátt í tí sambandinum. Á ráðstevnuni luttaka yvir 20 fyritøkur og stovnar frá tí almenna og privatu vinnuni. Vit hava lagt okkum eftir at hava okkurt til allar málbólkar, soleiðis at tann lesandi og arbeiðsgevarin kunnu fanga tey røttu fólkini. Endamálið við tiltakinum er at lata upp fyri samskifti og samstarvi millum lesandi, fyritøkur og stovnar, ið hava tilknýti til Føroyar, og at samantvinna føroysk lesandi í Danmark við arbeiðsmarknaðin fyri at tryggja áhaldandi menning og vøkstur í samfelagnum. Runavíkar kommuna skipar í hesum døgum fyri mentannarviku, og ein partur av hesum er, at sluppin Norðlýsið, skal sigla gomlu mjólkarutuna, sum gomlu skipini hjá Thorshavns Margarin og Mælkeforsyning sigldu fyri nógvum árum síðan. Anfinnur Garðalíð er barnvaksin í Vestmanna. Sum vaksin fekk hann stóran rúsdrekkatrupulleika, men hann fekk hjálp. Hansara privata lív hevur verið turbulent, tríggjar ferðir hevur hann verið giftur. Men í síðstu giftini fingu hjúnini hjálp í Agape felagsskapinum. Hann hevur siglt sum skipari, men í dag er hann formaður í Skipara og navigatørfelagnum . Fyrrapartin fingu partarnir niðurstøðuna frá Mentamálaráðnum, og Liljan Weihe fær viðhald í kæru síni um, at Johnny í Grótinum, stjóri, segði hana úr starvi. Liljan Weihe er tí framhaldandi í starvi sínum sum tíðindaleiðari í Kringvarpinum, sum hevur havt Heina Gaard sum virkandi tíðindaleiðara síðani 30. november í fjør, tá Liljan Weihe fekk ætlanarskriv um uppsøgn. Mentamálaráðið skrivar í síni niðurstøðu, at hóast Liljan Weihe ikki hevur sýnt rættan leiðsluhugburð, og at hon tí kann sigast at hava sett trúvirðið hjá stovninum í vanda, so hevur stjórin ikki vandað sær nóg væl um sokallaða proportionalitetsprinsippið, og partshoyringin hevur heldur ikki verið nøktandi hjá Kringvarpsstjóranum. Mentamálaráðið sigur tí, at stjórin átti at havt roynt átalu, ávaring ella flyting til annað starvsøki, áðrenn farið var undir uppsagnartilgongdina. Mentamálaráðið fer at ógilda avgerðina um at siga kæraran úr starvi og sostatt er Liljan Weihe framhaldandi í starvi sum tíðindaleiðari í Kringvarpi Føroya . Eftir einari samlaðari heildarmeting av støðu kærarans sum tíðindaleiðari í Kringvarpi Føroya, útbreiðslu og innihald í framsagnum ytringum kærarans, verður tað ikki mett, at partar av framsagnunum hjá kæraranum liggja innan fyri karmarnar av skrivi , talu og framsøgufrælsinum hjá alment settum starvsfólkum. Hetta verður lutvíst grundað á, at kærarin er partur av leiðsluni i Kringvarpi Føroya, at kærarin ikki hevur úttalað seg rætt um ávís týðandi viðurskifti innan sítt egna starvsøki, og kærarin ikki hevur gjørt greitt, at hon úttalar seg egna vegna sum privatpersónur. Mett verður heldur ikki, at kærarin í leiklutinum sum tíðindaleiðari hevur umrøtt stjóra sín á ein sømiliga hátt, og at møguliga ber eisini til at siga, at kærarin hevur brotið tagnarskylduna. Vísandi til hesar umstøður verður ikki mett, at kærarin hevur sýnt rættan leiðsluatburð, og kærarin kann tí sigast at hava sett trúvirðið hjá stovninum í vága. Ein fyrisitingarlig avgerð skal tó altíð vera proportional í mun til endamálið. Í hesum sambandi verður dentur lagdur á, at Skattamálið og dekningurin av Skattamálinum í Kringvarpi Førya má metast at hava stóran samfelagsligan áhuga. Kærarin hevur borið fram framsagnir til stýrisformannin og onnur, ið lutvíst hava verið rættar, ella sum kærarin má metast at hava verið í góðari trúgv um. Her verður serliga hugsað um samskiftið millum kringvarpsstjóran og Eyðun Mørkøre og partinum viðvíkjandi gegningum hjá stjóranum. Harumframt verður dentur lagdur á, at kærarin hevur verði í starvi í seks ár sum tíðindaleiðari í Kringvarpi Føroya, og kærarin hevur ongantíð í hesum starvi fingið átalu ella ávaring. Heldur ikki hevur kærarin borið fram framsagnir av tílíkum slagi, sum advokaturin hjá Kringvarpi Føroya vísir á nøkrum eldri dómum frá seksti og sjeytiárunum innan privata geiran í Danmark, áðrenn fyrisitingarrætturin gjørdist partur av almenna arbeðisrættinum. Leggjast skal aftrat, at fyrisitingarrætturin gjørdist ikki partur av almenna arbeiðsrættinum, áðrenn sokallaða Vallensbækdómin. Vísandi til hesar umstøður verður præjudikatsvirðið á teimum dómum, sum advokatur Kringvarpsins vísir á í mun til proportionalitetsprinsippið, mett at vera rættiliga ivasamt fyri hetta uppsagnarmálið. Sum fyrisitingarmyndugleiki átti Kringvarp Føroya tí at roynt aðrar minni víðfevnandi loysnir samsvarandi tí, ið stendur í vegleiðingini hjá lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum um uppsøgn, og sum samsvarar við fyrisitingarrættarliga proportionalitetsprinspippið, áðrenn farið varð undir eina uppsagnartilgongd. Mentamálaráðið er tískil ikki samt við advokati Kringvarpsins í, at avgerðin hevur verði proportional í mun til endamálið, ið er at verja álitið á stovnin millum starvsfólk og onnur uttanfyri standandi. Tað endamálið kundi verið rokkið við til dømis einari átalu, ávaring flyting innan setanarøkið ella onkrum minni víðfevnandi inntrivum, sum tó altíð skal vera sakligt og gjørt við virðing fyri galdandi reglum á økinum. Mentamálaráðið metir heldur ikki, at partshoyringin hevur verði nøktandi. Hetta verður lutvíst grundað á, at tað stendur skrivað millum annað í ætlanarskrivinum um uppsøgn í sambandi við hoyring um veruligar faktuellar umstøður, ið sambært kringvarpsstjóranum grunda illoyalitet. Hetta gevur eina fatan av, at har kunnu vera onnur faktuel viðurskifti, ið parturin ikki er vorðin hoyrdur um. Harnæst metir Mentamálaráðið ikki, at tað er í samsvari við partshoyringarreglurnar, at kringvarpsstjórin longu tann 23. november 2017 skrivar til stýrið, at málið fær starvsrættarligar fylgjur fyri kæraran. Hetta kann, umframt at vera tyngjandi fyri kæraran, geva tað óhepnu fatan, at avgerðin í veruleikanum var tikin, og at tað tí var nyttuleyst hjá kæraranum at gera viðmerkingar til ætlaðu uppsøgnina. Harumframt ger advokaturin hjá Kringvarpinum nógv burturúr løgfrøðiligu viðurskiftunum, ið grundaðu serliga uppáhaldið um illoyalitet og proportionalitetin í avgerðini um at siga kæraran úr starvi sínum. Mentamálaráðið metir, at Kringvarpið átti tí eisini, samsvarandi víðkaðu partshoyringarskylduni, at givið kæraranum og advokati hennara høvi at umrøtt hesi løgfrøðiligu viðurskifti. Mentamálaráðið er ikki samt við advokati Kringvarpsins í, at ógildan bert kann hava við sær endurgjald. Tað er munur á dómstólaroynd og so kæru innan fyrisiting, ið hevur eitt stýrandi endamál í mun til undirliggjandi stovnar. Áðrenn umbønin um steðgandi virknað bleiv gingin á møti tann 15. januar 2018 segði stjórin í Kringvarpi Føroya í sínum hoyringssvari, dagfest 5. jan. 2018, at Um tað skuldi víst seg, at uppsøgnin av kæraranum verður ógildað, so verður støða tikin til, hvussu man fer fram í tí sambandi, til tað tíð. Ætlanin er sostatt at lýsa eftir nýggjum deildarleiðara til deildina Aktuelt í næstum við tí fyri eyga at seta starvið frá 1. mars. 2018 ella skjótast gjørligt. Eg bíði tó sjálvandi við hesi starvslýsing til, at tit hava gjørt tykkara niðurstøðu hesum viðvíkjandi . Vísandi til omanfyri standandi fer Mentamálaráðið at ógilda avgerðina um at siga kæraran úr starvi, og sostatt er hon framhaldandi í starv sínum sum tíðindaleiðari í Kringvarpi Føroya. Vit fara ikki at lækka kravda inngjaldið til pensjón hjá okkara limum, hóast inngjaldið til Samhaldsfasta hækkar við pensjónsnýskipanini. Løngjaldararnir rinda helvtina av inngjaldinum til Samhaldsfasta og arbeiðsgevararnir hina helvtina. Hækkingin í inngjaldinum hevur sostatt við sær, at løntakarar skulu rinda 0,75 prosent eyka av sínari skattaskyldugu inntøku til Samhaldsfasta, og at arbeiðsgevararnir skulu rinda 0,75 eyka av útgoldnum A inntøkum. Tað vil siga, at tjenar tú 30.000 krónur um mánaðan, rindar tú í dag 2,25 prosent av tínari løn til Samhaldsfasta tað er 675 krónur um mánaðan. Men inngjaldið er at rokna sum ein uppsparing, og tí kemur inngjaldið borgarum til góðar, vísir Súni Selfoss formaður í Starvsmannafelagnum á. Samhaldsfasti er ein solidarisk skipan, sum hevur við sær, at tey, sum tjena mest, rinda mest inn í grunnin. Útgjaldið verður ásett av stýrinum hvørt ár, og er í dag 4.145 krónur. Í pensiónsnýskipanini stendur, at fakfeløgini kunnu lækka kravda pensjónssamansparingina úr 15 prosent av lønini, sum tað er í dag, niður í 12 prosent. Endamálið við hesi broyting er millum annað, at ein partur av inngjaldinum til kravdu pensjónsuppsparingina, kann rinda fyri hækkaða, lógarfesta inngjaldinum til Samhaldsfasta. Men fakfeløgini eru ójøvn á málið um, hvørt tað er rætt at lækka pensjónsinngjaldið. Millum annað ætlar Starvsmannafelagið ikki at lækka kravda pensjónsinngjaldið, sigur Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum. Upphæddin, sum løngjaldarar skulu rinda eyka inn til Samhaldsfasta, er ikki so høg, og hon er at rokna sum ein uppsparing, og tí hava vit ikki ætlanir um at lækka inngjaldið til vanligu pensjónirnar fyri at rinda hækkaða inngjaldið til Samhaldsfasta, sigur Súni Selfoss. Hetta verður væntandi í næstu viku, tí ætlanin hjá tingformanninum er, at tingið skal heim í summarfrí flaggdagin, sum er mikudagin. David hevur vitjað flest allar býir í Evropa, og seinastu tvey árini hevur hann búð og starvast her í Føroyum saman við einum beiggja og trimum vinmonnum. Hvussu kom tað í lag, at hann kom til Føroya Hvussu dámar honum her Og hvør er hansara hugsan um okkum føroyingar Hetta eru nakrir av spurningunum Elin í Stórustovu setti Dávidi. Í dag eru 50 ár liðin, síðani landið tók sjálvstýri frá Bretlandi, og í sambandi við hátíðarhald av degnum, kunngjørdi kongurin, sum eitur Mswati Triðji, at landið nú skal eita Kongsríkið eSwatini, sum er gamla landið, áðrenn bretsku kolonialiseringina. Mswati varð krýndur í 1998, tá hann var 18 ára gamal. Hann stýrir sjálvur landinum við fyriskipanum. Politiskir flokkar sleppa ikki at virka, og tey, sum stilla upp til val, skulu vera trúføst móti Mswati kongi. Black Sabbath Tribute er ein bólkur, sum hevur bústað í Keypmannahavn. Sum navnið sigur, spælir bólkurin løg hjá Black Sabbath. Føroyingurin Dagfinn Joensen, sum er kendur frá Eager to Please, er forsangari í bólkinum. Hoyr Dagfinn greiða frá um bólkin og um konsertina í kvøld. Teitur Fossaberg vitjar eisini útvarpsstovuna. Umframt at hann skipar fyri tiltakinum, skal hann syngja í kvøld við bólkinum Wingman, sum fer at hita upp fyri Black Sabbath Tribute. Wingman er mannaður av fólki úr Sic,Týr, Asyllez, Conqueror, Sails og Deceit. Í innslagnum, sum var beinleiðis í vikuskiftissendingini, hoyrist eitt ljóðbrot frá bólkinum Black Sabbath Tribute Fyrrapartin fingu partarnir niðurstøðuna frá Mentamálaráðnum, og Liljan Weihe fær viðhald í kæru síni, um at Johnny í Grótinum, stjóri, segði hana úr starvi. Fyrrapartin fingu partarnir niðurstøðuna frá Mentamálaráðnum, og Liljan Weihe fær viðhald í kæru síni, um at Johnny í Grótinum, stjóri, segði hana úr starvi. Seinnu árini eru samanlagt fleiri kvinnur enn menn, ið flyta til Føroya, men flestu teirra eru føroyingar, ið flyta heim aftur úr Danmark. Mytan um, at ein stríður streymur av kvinnum úr Asiu passar ikki, slær Hans Pauli Strøm fast. Harafturímóti koma nógv mannfólk til Føroya úr Eysturevropu. Leygardagin 21. apríl fara kórið TARIRA og guitarleikarin Ólavur Jakobsen at hava konsertir í Havn og á Glyvrum. Á skránni eru kór og guitarverk frá endurburðartíðini í Onglandi. William Byrd 1538 1623 er eitt av mætu ensku tónaskøldunum, sum skrivaði fleiri polyfonisk kórverk. Vikuskiftissendingin hitti Jóhannes Andreassen til eitt prát um tiltakið. Sangirnir, ið verða spældir, eru Boom Boom Uni Debess We Are Travelling Blátt Gras Caroline Sawdust og Rust It Was Only Yesterday Dan Olsen Eg og mín veðr Swangah Leygarkvøldið klokkan 21 verður konsert í Reinsaríinum við bólkinum Gentle Breeze. Talan er um jazz av tí gamla slagnum. Oddur Hentze, ein av stigtakarunum, sigur, at farið verður back ti basics . Vikuskiftissendingin var á gátt undir venjing í Skansastovu í Havn Opin uppboðssøla av veiðurættindum verður 26.apríl og 2. mai. Tá verða seld tilsaman 50.000 tons av svartkjafti, boðar Vørn frá í tíðindaskrivi. Persónar ella feløg, ið ætla at bjóða á uppboðssølu í 2018, skulu vera góðkend av Vørn, treytirnar síggjast á heimasíðuni hjá Vørn. Lítið av fólki var í býnum, tó so, ein einsamallur maður sat á einum stubbasteini og svav í havnargøtu. Løgreglan vakti hann og hann kláraði sjálvur at ganga víðari, sigur vaktleiðarin í dag, Rani Wardum. Í gjár vóru boð eftir tyrluni at koma í Kalsoynna eftir einum franskari kvinnu, sum hevði fingið skaða í fótin. Hon varð stødd omanfyri Trøllanes. Tyrlan flutti kvinnuna til Klaksvíkar, har sjúkrabilur stóð fyri henni og flutti hana til Klaksvíkar Sjúkrahús til kanningar. Ein donsk kvinna var til gongu á veg út á Trælanípuna í Vágum, men var áhaldsin og breyt beinið. Tyrlan flutti hana til landssjúkrahúsið. Freistin til at søkja inn eftir kvotu 1 er 1. juli á midnátt, og sum upptøkukrav verður tá einans hugt eftir miðalpróvtalinum í gymnasiala miðnámspróvnum hjá umsøkjaranum. Tá søkt verður eftir kvotu tvey, verða aðrar royndir eisini tiknar við í metingina. Nevndin í IRF hevur hækkað samsýninga til sín sjálvs. Lønin hjá forkvinnuni hækkar 3.500 krónur um mánaðin, og hjá nevndarlimunum hækkar samsýningin við meira enn 2.000 krónum um mánaðin. Ein sonur vil flyta, tí hann hevur fingið nóg mikið av sínum fosturpápa, ein granni, sum er í øðini, og heldur, at mark má vera fyri, hvat ein kann heingja á snórin fyri almannaeygu, og so plágar samvitskan ein mann, sum í fyllskapi hevur kyst konnuna hjá einum vinmanni. Nú fara bilførarar, ið 75 ár og eldri, kanska at sleppa undan at fara til læknakanningar annaðhvørt ár fyri at varveita koyrikortið. Løgtingið hevur við aðru viðgerð samtykt uppskotið hjá Kára P. Højgaard, tingmanni fyri Sjálvstýri, um at strika kravið um at bilførarar kunnu hava koyrikort til teir eru 75 ár, og eftir tað skulu til læknakanningar, fyri at varveita koyrikortið Í dag er galdandi fyri Føroyar, at tey eldru frá 75 ára aldri skulu til læknakanningar annaðhvørt ár fyri at fáa endurnýggjað koyrikortið og hvørt ár, eftir at ein er vorin 80 ár. Samanbera vit okkum við omanfyri nevndu londini, hava Føroyar kravmiklastu ásetingarnar fyri endurnýggjan av koyrikorti hjá eldri bilførarum, vísir Kári P. Højgaard á í viðmerkingum til uppskotið. Møguleikarnir fyri havbiti og meira fjøltáttaðari aling eiga at verða kannaðir. Tað heldur Vinnunevndin, og løgtingið er samt, og hevur samtykt uppskotið. Tað var ein samd Vinnunevnd, sum mælti tinginum til at taka undir við uppskotinum hjá Sambandsflokkinum um, at Føroyar skulu gera seg galdandi innan havbit av laksi og skeljaaling Nevndin heldur, at møguleikarnir fyri havbiti og meira fjøltáttaðari aling, undir hesum aling av skjeljum, eiga at verða kannaðir. Hetta eigur at verða gjørt saman við vinnuni, tí skulu lunnar leggjast undir slíka vinnu, eiga íløgurnar og átøkini at koma frá vinnuni, sigur Vinnunevndin í álitinum. Í sendingini spæla vit tónleik, sum er tilnevndur týska Echo Music Prize. Løgini eru hesi. Tað gjørdist greitt longu í gjár eftir áttanda sigurin á rað hjá honum í Small Nations kappingini, sum er í Klaksvík. Helgi vann kappingina í 2016 í Luksemburg, og hevur nú endurvunnið hana ógvuliga sannførandi. Evropeisku smátjóðirnar, sum annaðhvørt ár kappast í talvi í Small Nations høpi eru Luksemburg, Kýpros, Monako, Malta, Andorra, San Marino, Liktinstein, Jersey, Guernsey og Føroyar. Tíggju telvarar eru við í Small Nations kappingini fyri einstaklingar. Seinasta umfar í kappingini byrjaði klokkan eitt í dag, har Helgi telvaði við svarta fólkinum móti stórmeistaranum Igor Efimov úr Monako, sum er nummar tvey. Talvið endaði fyri 10 minuttum síðani tað endaði javnt. Øll talv eru ikki liðug í dag, og støðan í kappingin er tí nú kl 14, at Helgi vinnur kappingina við 8 stigi Igor Efimov úr Monako er nummar tvey við 7 stigum og Fred Berend úr Luksemburg er nummar trý við 5 stigi. Hin føroyski telvarin, Olaf Berg, er nummar fimm við 4 stigum. Veljarakanning, sum Sermitsiaq og grønlendska kringvarpið, KNR, hava gjørt, vísur, at fjóðri hvør veljari hevur ikki ikki tikið støðu til, hvønn tey fara at velja, og tí kann valúrslitið broytast munandi á valinum týsdagin, 24. apríl. Kanningin vísur eisini, at Demokratarnir fáa tveir sessir aftrat samanborið við valið í november 2014, teir fáa tilsamans 6 sessir. Sambært nýggju kanningini missir Siumut tveir, Inuit Ataqatigiit og Atassut missa ein sess, meðan Partii Nunnatta Qitornai og Samstarvsflokkurin fáa umboðan við hvør sínum landstinglimi. Parti Naleraq varðveitir sínar 3 sessir. Demokratarnir taka atkvøður frá Siumut og Inuit Ataqatigiit, men serliga nógvar atkvøður koma frá teimum, sum fyrstu ferð fara á val, tilflytarum og sofaveljarum. Inuti Ataqatigiit missir serliga atkvøður í Nuuk. Men at flokkurin ikki hevur afturgongd er, tí veljarar leggjast til aðrastaðni í landinum, veljarar, sum fyrr atkvøddu fyri Siumut. Samstarvsflokkurin fær flestu atkvøður frá veljarum í Nuuk, sum annaðhvørt atkvøddu fyri Demokrtatunum í 2014 ella sum eru flutt til Grønlands síðani 2014. Veljararnir hjá Samstarvsflokkinum hava næstan allir eina miðal ella longri bókliga útbúgving, skrivar Sermitsiaq. Tað eru kend fólk, sum hava skrivað undir áheitanina um at steðga jødaforfylgingini í Fraklandi, eitt nú fyrrverandi franski forsetin, Nicolas Sarkozy, psykoanalytiakrin Julia Krizteva, og filmssjónleikarin, G rard Departieu hava skrivað undir manifestið. So seint sum í mars var Mireille Knoll, sum slapp undan Holocaust við lívinum, myrd. Tveir ungir menn við anti semitiskum sjónarmiðum drupu hana. Manifestið, sum er almannakunngjørt í Le Parisien í dag, fordømir, at jødar á friðarligan hátt verða etnisk útreinsaðir í Fraklandi, og funnist verður eisini at, at fjølmiðlar bara hálvhjartað viðgera tilgongdina og trupulleikan. Manifesti vísur til søgu Fraklands, og sigur, at tað er óvirðiligt, at einki verður gjørt fyri at steðga antisemitismu, sum trívist væl, serliga í víðgongdum muslimskum býarpørtum kring landið. Umleið 500 túsund jødar búgva í Fraklandi, men seinstu 10 20 árini eru fleiri og fleiri jødar fluttir aftur til Ísrael orsakað, tí tey verða forfylgd. Í manifestinum stendur millum annað Í okkara samtíðasøgu hava radikalir islamistar torturerað og dripið 11 jødar, orsakað av teirra trúgv. Vit krevja, at stríðið móti nýggju jødaforfylgingini verður nýggjur trygdarspurningur fyri tjóðina, áðrenn tað er ov seint. Áðrenn Frakland ikki longur er Frakland. Mireille Knoll er bara seinasta morðið á jødar seinastu árini. Í apríl í fjør varð Sarah Halimi tveitt út gjøgnum eitt vindeyga í einum háhúsi. Maðurin sum gjørdi tað, rópti Allah er størstu á arabiskum. Og ein islamistur skeyt trý skúlabørn og ein lærara í Toulouse í 2012. Eftir álopið móti satiriska blaðnum, Charlie Hebdo, í 2013, drupu gerningsmenninir 4 fólk í einum jødiskum matvøruhandli í Paris, skriva Yle. Sálmarnir, ið sungnir verða eru, fyri prædiku, nummar 1 Harra guð títt dýra navn og æra 329 Jesus góði, saman her 267 Eg veit, hvar góð er grundin Og eftir prædiku. 76 Jesus, hitt einasta 201 Grøvin sterka rivnað er Jákup Erlingsson Peterson prestur prædikar, Paulina Dam Hansen er deknur, við orglið situr Poul Adrian Poulsen og klokkari er Anfinn Hjalmarsson Tøkningur í kirkjuni er Høgni Fagraberg Víkingur 07 Vestur 4 1 1 0 09 minuttir. 1 0 Andreas L. Olsen 67 minuttir. 2 0 Gunnar Vatnhamar 77 minuttir. 2 1 Gilli Samuelsen 79 minuttir. 3 1 Adeshina Lawal 82 minuttir. 4 1 Sølvi Vatnhamar br. Minnilutin sigur, at orðingin í uppskotinum hjá Vinnumálaráðnum skapar ávísan iva um, hvørjar endurgjaldsútreiðslurnar eru hjá til dømis seyðabóndum, sum hava landsveg gjøgnum hagan. Við broytingini verður bundið fyri soleiðis, at bóndin ikki kann fáa óvæntað stórar útreiðslur av óhappi, hann ikki hevur ábyrgdina av. Minnilutin vil eisini forða fyri, at lógin setur forboð fyri vanligum føroyskum seyðahaldi, og mælir tí til at umorða eina aðra áseting í lógaruppskotinum um brattlendi og fitilendi. Tað er ikki tí, at tey eru í móti morgunsanginum í fólkaskúlanum, men tey fimm samgongufólkini í Mentanarnevndini hjá løgtinginum mæla frá at samtykkja uppskotið hjá Fólkaflokkinum um at seta í fólkaskúlalógina, at allar vanligar skúladagar er álagt øllum fólkaskúlum at hava morgunsang. Men meirilutin heldur eisini, at landsstýriskvinnan eigur at gera eina kanning, sum greitt lýsir støðuna hjá morgunsanginum í fólkaskúlanum. Meðan Mentanarnevndin viðgjørdi uppskotið, fekk hon bræv frá landsfelagnum Sláið ring, sum undrast á fyrivarnið í fólkaskúlalógini um føroyska dansin. Á Læraraskúlanum hevði Niels Nattestad bæði eldri og yngri lærarar. Har vóru royndir menn sum Martin Holm, Bjarni Niclasen, Thomas Nygaard og Sofus Joensen, men eisini yngri lærarar sum Hans Holm, Ólavur Hátún og Ása Hátún. Umstøðurnar á Frælsinum vóru sera góðar. Har var eisini gott lív í Næmingafelagnum, sum eitt nú slóðaði fyri í flogbólti. Niels var í praktikk í Hvalba og á Glyvrum. Í 1971 fekk hann starv á Venjingarskúlanum. Tíggju ár seinni varð hann varaskúlastjóri, og frá 1996 var Niels Nattestad stjóri á Venjingarskúlanum, til hann legði frá sær í 2007. Alt ov fá taka av tilboðnum um fyribyrgjandi heilsukanningar av børnunum í skúlaaldri. Tað stendur í viðmerkingunum til lógaruppskotið hjá Sirið Stenbeg Landsstýriskvinnu í Heilsumálum, um at heimildin at gera fyribyrgjandi heilsukanningar av børnum í skúlaaldri skal víðkast til at fevna um heilsufrøðingar. Sambært lógini um fyribyrgjandi heilsutænstur til børn og ung, hava øll børn og ung í undirvísingarskyldugum aldri rætt til tilboð um tvær heilsukanningar hjá kommunulækna. Hóast tilboðið hevur verið í gildi síðani 1. januar í 2006 eru tað framvegis sera fá børn, sum hava tikið av tilboðnum. Henda støða er ikki nøktandi. Í hoyringarsvari til Heilsumálaráðið finst Kommunulæknafelagið millum annað at, at tað í viðmerkingunum til lógaruppskotið stendur, at allir borgarar í Føroyum hava ein kommunulækna. Hetta er ikki rætt og eigur at verða rættað, sigur kommunulæknafelagið, sum eisini heldur, at ein orsøk til at fólk ikki taka av tilboðnum um fyribyrgjandi heilsukanningar er sperda kommunulæknaskipanin og mangulin upp á kommunulæknar. Harafturat finst Kommunulæknafelagið at vánaligari kunning um kanningarnar, og vísir á, at tað er sera ymiskt, hvussu nógv hava tikið av kanningartilboðnum. Sambært hoyringarsvarinum frá Kommunulæknafelagnum vóru 154 kanningar framdar í 2015, 461 í 2016 og 196 í 2017. Tað eru serliga eldru næmingarnir, sum ikki taka av tilboðnum. Í 2015 vóru bara 15 næmingar, sum fingu fyribyrgjandi kanningina tá skúlatíðin var liðug, og í 2017 var hetta talið bara 18. Í 2016 tóku 82 av tilboðnum. Sostatt er talið av kanningum sera ymiskt og meira enn tvífaldað í 2016 sammet við 2015 og minkar aftur í 2017. Hetta er vegna vantandi kunning, skrivar formaðurin í Kommunulæknafelagnum Marjus Dam í hoyringarsvarinum til Heilsumálaráðið. Tað er Heilsumálaráðið, ið hevur ábyrgdina av kunningini um fyribyrgjandi kanningarnar. Í 2016 gavst felagið við hvalaveiðu, tí trupulleikar vóru við innflutningi av tvøstinum til Japan, sum er størsti marknaðurin fyri hvalakjøti hjá felagnum. Sambært Morgunblaðnum hevur felagið Hvalur saman við íslendska menningarstovninum brúkt seinastu tvey árini at finna nýggjar hættir at menna nýggjar vørur úr tvøsti og spiki. Nú arbeiðir felagið við at gera kostískoyti til fólk, sum hava blóðmangul. Kannað verður, hvussu gelatin kann útvinnast úr beinum og spiki, sum kann brúkast sum heilivágur og í matvøruframleiðslu. Hetta verður gjørt í samstarvi við lærda háskúlan í Íslandi. Felagið Hvalur ætlar eisini framhaldandi at útflyta tvøst og spik til Japans, men treytin er tó, at innflutningsbannið í Japan verður strikað, áðrenn hvalaveiðan byrjar aftur. Eftir tað verður uppskotið lagt fyri tingið í New Dehli. Tingið hevur hálvt ár at viðgerða uppskotið, og verður tað samtykt, verður tað lóg. Ein tinglimur er undir illgruna fyri at hava neyðtikið gentuna í Uttar Pradesh, og fleiri slík mál eru komin undan kavi seinastu vikurnar og mánaðirnar, skrivar Press Trust of India. Bill Justinussen og Jenis av Rana úr Miðflokkinum hava lagt eitt lógaruppskot fyri tingið, sum skjýtir upp, at Hybrid bilar eisini verða fevndir av lógini, sum frítekur el og vetnisbilar fyri MvG. Málið kemur fyri í tinginum í dag, men meirilutin í Fíggjarnevndini tekur ikki undir við uppskotinum um at gjalda MVG gjaldið aftur í samband við sølu av Hybrid bilum. Tey, sum keypa el bilar áðrenn 1. januar 2019, fáa upp til 70.000 krónur av MVG num endurgoldnar og sleppa undan at gjalda skrásetingargjald. Uttan almenn avgjøld eru el bilar soleiðis vorðnir munandi bíligari, enn teir vóru. Hybrid plug in eru nærum at líkna við el bilar. Tá teir eru tómir fyri el orku, koblar vanligi motorurin til sjálvvirkandi. Í Føroyum eru fá vegastrekkir longri, enn ein løðing klárar. Tað merkir, at við vanligari ferðslu á føroysku vegunum er ein hybrid plug in bilur ein fult rikin el bilur. Meirilutin í Fíggjarnevndini vísir á, at tað í sær sjálvum er jaligt, at hybridbilar sambært hesum uppskotinum verða bíligari at keypa enn vanligir bensinbilar. Tá kann væntast, at flest allir bilkeyparar velja hybridbil framum vanligan bensinbil, men lógarbroytingin hevur við sær færri MVG inntøkur til landið, leysliga mett langt omanfyri 100 millónir krónur. Eitt uppskot, sum hevur við sær so stóra lækking í MVG inntøkum landskassans, kann ikki viðgerast uttan so, at støða samstundis verður tikin til nýggj avgjøld, skattir ella spariátøk innan almennar tænastur, heldur meirlutin. Danir eru komnir í eina tvístøðu, nú úlvurin er komin aftur til Danmarkar. Tað eru tey, ið ræðast hann og tey, sum fegnast um, at hann er komin aftur. Úlvar leypa vanliga ikki á fólk, men tá teir gera, er tað antin tí teir hava hundaøði, kenna seg hóttar ella síggja fólkið sum føði hetta seinasta er sera sjáldsamt í dag, men var meira vanligt, tá stórt fátækadømi valdaði. Tað eru 200 ár síðani, at úlvurin var útruddaður í Danmark. Seinasti úlvurin var skotin í 1813 sambært frágreiðing, sum er at finna á heimasíðuna hjá náttúrusøguliga savninum í Danmark. Men síðani hava fólk í Jútlandi javnan hildið seg sæð úlv. Fyrstu ferð tað við vissu varð staðfest, at ein úlvur var aftur í Danmark, var í 2012, tá ein úlvur varð funnin deyður við tjóðarparkina í Thy. DNA royndir vístu, at talan var um ein úlv frá eini týskari úlvafamilju. Síðani juli og august í 2017 hava fólk sæð heilar úlva familjur við 6 og 8 ungum, so eingin ivi er longur um, at úlvurin hevur fingið fótafesti Í Danmark. Men ikki øll dáma at hitta ein úlv í skógini ella at finna sín seyð etnan, tá tey koma út um morgunin, og kjak hevur stungið seg upp, hvørt tað skal vera loyvt at skjóta úlvin, sum er friðaður. Umhvørvið í Danmark er serliga vælegnað til úlvar, sigur Náttúrusøguliga savnið í Danmark. Her er bæði føði við hjørtum og rádjórum, og landslagið er opið, har tað ikki eru skógir. Í dag er proceduran í rættarsakini móti Peter Madsen, sum er ákærdur fyri at hava dripið svenska journalistin Kim Wall umborð á kavbáti sínum, parterað líkið og koyrt tað í havið. Ákærin fer at greiða nágreiniliga frá umstøðunum og leggja doyðin á, at Peter Madsen hevur havt fleiri ymiskar og skiftandi frágreiðingar um, hvat hendi 10. august, tá Kim Wall hvarv, skrivar dr.dk . Verjin fer at leggja dent á, at ákærin skal prógva, at Peter Madsen hevur dripið Kim Wall, og at tað ikki er heilt greitt, hvørjum Kim Wall doyði av. Tveir triðjingar av føroysku skúlabørnnuum í 4., 6. og 9. flokki lesa ikki í frítíðini. Tað vísir ein nýggja kanning, sum er gjørd av lesivanum hjá føroyskum skúlabørnum, stendur í Skúlablaðnum, sum er komið í dag. 33 av næmingunum í 4. flokki siga seg lesa í frítíðini, 28 í 6. flokki og einans 12 av næmingunum í 9. flokki, sum er tann árgangurin, sum lesur minst, siga seg lesa í frítíðini. Sammet við donsk børn lesa føroysku børnini nógv minni. Hetta hóast at donsku børnini hava longri skúladag og brúka eins nógva tíð upp á skermar, skrivar Skúlablaðið. Ein kanning varð gjørd í Danmark í 2017, sum vísir at 62 av næmingunum í 4. flokki og 42 av næmingunum í 6. flokki siga seg lesa fleiri ferðir um vikuna í frítíðini. Tað er tvífalt so nógv sum í Føroyum. Danska kanningin sigur einki um lesivanarnar hjá 9. floksnæmingunum, men í sjeyndaflokkunum siga 37 av donsku næmingunum, at teir lesa fleiri ferðir um vikuna. Støðan 1.EB Streymur Skála 4 dystir 12 stig 2.HB 5 dystir 12 stig 3.KÍ 4 dystir 9 stig 4.ÍF Víkingur 5 dystir 6 stig 5.B36 5 dystir 1 stig 6.B68 5 dystir 1 stig Refluks er, tá innihaldið í magasekkinum rennur upp tað vit vanliga kalla bróstsviði. Børn við refluks kunnu spýggja nógv, sova lítið, gráta og trívast sum heild ikki serliga væl. Hvønn mánað koma fleiri foreldur á barnadeildina á Landssjúkrahúsinum, har refluks endaliga kann staðfestast, og onkur viðgerð kann byrja. Tað er ógvuliga slítandi og strævið bæði sálarliga og kropsliga, tá tú hevur eitt pinkubarn, sum bara grætur og næstan ikki svevur. Tá setur tú lættliga spurnartekin við, um tú sum mamma ikki dugir nóg væl. Tað sigur Malan Falkenberg Justinussen, sum hevur tvey børn, ið hava havt refluks. Í dag eru børnini 2,5 og 5 ára gomnul og eru vaksin frá refluks. Tú følir, at tú ert tann einasta í verðini, ið hevur hendan trupulleikan, og tað tykist, sum tað er eingin, ið skilir teg, sigur Rudi Olsen. Hon hevur tvey 3 og 4 ára gomul børn, sum framvegis hava ein feril av refluks. Vónandi kunnu vit í bólkinum deila upplivingar og stuðla hvørjumøðrum, tí vitanin um refluks er ikki serliga stór millum manna, sigur Rudi Olsen. Venjarar og liðformenn á einstøku liðunum í meistaradeildini hava seinastu vikuna atkvøtt um bestu leikararnir. Úrslitið gjørdist hetta Lærarafelagið fekk ikki Føroya rætt at døma Frískúlan við Hoyvíkstjørn ella Adventistaskúlan at gjalda lærarum slakar 620.000 krónur í uppsagnarløn. Rætturin sigur, at lærararnir hava fingið ta uppsagnarløn, sum teir hava rætt til, og, at teir eru sagdir úr starvi á rættan hátt. Tað er hon, hóast felagið í hoyringarskrivi í desember í fjør saman við Búskapar og løgfrøðingafelagnum og Yrkisfelagnum miðnámi sigur seg ætla at fáa eftirlønina lækkaða niður í 12 prosent, um lógaruppskotið um at hækka inngjaldið til Samhaldsfasta verður samtykt. Fíggjarmálaráðið hevur lækkað kravda markið fyri eftirløn niður í 12 prosent, so fólk tann vegin fáa pengar til at gjalda til Samhaldsfasta. Felagið skal hava nýggjan formann ella forkvinnu, tí Jóhan Pauli Helgason hevur boðað frá, at hann heldur ikki fram sum formaður felagsins. Marmennil er líkur fólki, men er í stóran mun minni í vakstrarlagi, men fingrarnir eru langir. Hann livir á havsins botni og ger útróðrarmonnum mein við at taka agnið av onglunum og seta fast í botn, so at teir mugu slíta snørini. Søgnin er spennandi um henda lítla kúllin, marmennilin, sum bleiv krøktur og tikin til lands, har bóndin risti kross yvir hann, so hann ikki skuldi fara á sjógvin aftur. Á heysti í 2016 tók Bygdarfelagið i Elduvík avgerð um at skipa nevnd, ið skuldi fara undir at varðveita søgnina um marmennilin. Hetta hevur so ført til samstarv við myndlistahøggaran, Hans Paula Olsen, sum skal gera eina standmynd av marmennlinum. Hann roknar tó við, at tað fer at ganga í minsta lagi eitt ár, áðrenn nøkur einskiljingar tilgongd byrjar, roknar landsstýrismaðurin við. Tingfólkini Kristin Michelsen, Magnus Rasmussen, Elsebeth M. Gunnleygsdóttir, Jenis av Rana, Kári P. Højgaard og Sonja J. Jógvansdóttir skutu upp at lata Blákrossheiminum 900.000 krónur og Frælsi 1,2 milliónir. Av tí, at ein samgongutingmaður er millum teirra, sum skutu hetta upp, var uppskotið eitt ivamál, tí løgmaður setti markið fyri loyalIteti móti samgonguni við uppskot, sum kostaðu pengar. Men Fíggjarnevndin bjargaði støðuni. Ein samd Fíggjarnevnd mælti til at skera 200.000 krónur av játtanunum, og tað samtykti løgtingið í gjár. Serliga óheppin tykist støðan vera í Fraklandi, tí har eru tilburðirnir trífaldaðir síðani í mars, og í Italia eru tilburðirnir tvífaldaðir í sama tíðarskeiði. Størsta orsøkin til, at meslingarnir taka seg upp aftur, er, at flestu londini ikki hava eina nóg góða vaksinatiónsskipan, og tí er ringt at fáa tamarhald á sjúkuni. Síðani 1. apríl hava allir danir, sum ikki eru vaksineraðir ímóti meslingum, havt møguleikan at latið seg vaksinerað fyri at steðga meslingunum. Í Danmark verða børn vaksinerað ímóti meslingum, tá tey eru 15 mánaðir gomul, men tað kann gerast fyrr, um farið verður til eitt øki, har meslingar ganga. Flaggdagin, tann 25. apríl, er altjóða DNA dagur. DNA er stytting fyri deoxyribonucleic acid, sum vit á føroyskum kalla arvastrongurin. Tað var á hesum degi í 1953, at Watson, Crick, Wilkins og Francis góðu út vísindaliga grein um DNA bygnaðin. Á hesum sama degi, 50 ár seinni, varð tað almannakunngjørt, at arvamassin hjá menniskjum var kortlagdur. Tí er hesin dagur kosin at vera altjóða DNA dagur, og síðani 2013 hava fólk og stovnar runt alla verðina hátíðarhildið henda dagin. Skipað verður fyri einum tiltaki í Perluni í morgin 25. apríl. Tiltakið verður í tveimum pørtum. Fyrri parturin inniheldur stuttligt og handaligt DNA virksemi til børn, og í seinna partinum verða stuttir fyrilestrar um DNA til tey ungu og vaksnu Sunnvør Klettskarð í Kongsstovu er Phd lesandi og starvast hjá Amplexa Genetics og Ian Salter er granskari og starvast á Havstovuni. Stutt eftir at tingfundur varð settur klokkan 10 fyrrapartin, kom løgtingsformaðurin við fráboðan um, at misálit verður lagt fram í tingið. Jørgen Niclasen, Bárður á Steig Nielsen, Bill Justinussen og Kári P Højgaard hava lagt misálit fram á Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í Mentamálum. Grein 23 í kringvarpslógini ásetur, at fyrisitingarligar avgerðir kunnu kærast til landsstýrismannin. Sambært viðmerkingunum til hesa lógargrein verður ikki sagt eitt orð um starvsfólkaviðurskifti. Viðmerkingarnar til lógina leggja als ikki upp til, at landsstýrismaðurin kann nýta hesa heimild til tess at stýra leiðsluni fyri Kringvarpið Mett verður, at tað er neyðugt, at partarnir í felag viðgera henda spurningin neyvari, áðrenn samráðingar um nýggjan sáttmála halda fram, sigur Vinnuhúsið í tíðindaskrivi. Eisini sólskipanir eiga at verða settar upp fyri at økja varandi orkuna um summarið, tá lítið er av vatni og vindi. Kanningarnar vísa, at sjóvarfalsorkan verður ov kostnaðarmikil komandi árini, sammett við sól, vind og vatn. Ein onnur niðurstøða í kanningunum er, at pumpuskipanir skulu byggjast millum verandi byrgingar, umframt at munandi størri turbinur skulu setast upp. Hesar útbyggingar skulu hava við sær, at vatnorkuframleiðslan økist munandi, sigur John Zachariasen, nevndarformaður í ársfrágreiðingini. Nevndin viðger framhaldandi støðuna í sambandi við komandi vindorkuútbyggingar í meginøkinum, har SEV tøkniliga og búskaparliga er til reiðar við eini 18 MW vindmyllulund í Hoyvíkshaga, sum hevði minkað oljunýtsluna 13.000 tons árliga svarandi til 40 av samlaðu oljunýtsluni hjá SEV í 2017. ORKA og SEV hava eisini staðsett fýra onnur øki, har neyðugar fyrireikingar skulu gerast fyri at kunnu byggja út við vindorku. Talan er um hagan við Eiðisvatn, Junkarahaga í Kvívík, á Sandoynni og Kirkjubøreyn. Ætlanin er, at 100 metrar høgar vindmáti mastrar verða settar upp á hesum støðum í summar. SEV hevur áður skotið upp at seta 12 vindmyllur á tilsamans 12 MegaWatt upp í Suðuroynni saman við einari pumpuskipan og einari battarískipan. Vindorkuútboðið í Porkeri er útsett, tí vindmátingarnar vísa á trupul vindviðurskifti. SEV er nú í holt við at gera nýggjar kanningar av vindviðurskiftunum í Porkeri. Vindorkuútboðið í Suðuroy er treytað av, at pumpuskipan verður gjørd. SEV sigur úrslitið í fjør vera nøktandi, men tað er eisini eitt krav, at ársúrslitini hjá SEV liggja á hesum stigi, tí tey eru neyðug fyri at fíggja komandi útbyggingarnar á grønu kósini og í elskipanini. Fíggjarætlanin fyri 2018 er løgd til rættis við lægri prísi, og væntar SEV at úrslitið í ár verður 79,5 milliónir krónur eftir skatt. Býráðið í Havn ætlar at leiga Smyrilsveg 20 frá P f Betri fyri slakar 246.000 krónur um mánaðin í 15 ár. Talan er um 2.680 fermetrar. Eitt fyribils uppskot um innrætting og skipan í bygninginum við Smyrilsveg til kommunulæknaviðtalur, høli til klinisku dietistarnar og til heilsufrøðingarnar hjá Gigni er gjørt. Tað var andstøðan sum legði uppskotið um misálit fyri tingið. Orsøkin til misálitið var, at Mentamálaráðið hevur ógyldað uppsøgninga av Liljuni Weihe, tíðindaleiðara í kringvarpinum. Landsstýrismaðurin hevur við síni avgerð lagt seg út í innanhýsis avgerðarrættin hjá leiðsluni fyri Kringvarp Føroya. Grein 23 í kringvarpslógini ásetur, at fyrisitingarligar avgerðir kunnu kærast til landsstýrismannin. Sambært viðmerkingunum til hesa lógargrein verður ikki sagt eitt orð um starvsfólkaviðurskifti. Viðmerkingarnar til lógina leggja als ikki upp til, at landsstýrismaðurin kann nýta hesa heimild til tess at stýra leiðsluni fyri Kringvarpið . Liljan Weihe skal flytast innan setanarøkið, so hon ikki longur er tíðindaleiðari. Sigmund Poulsen, advokatur hjá Liljuni Weihe sigur við in.fo, at avgerðin er at meta sum ein uppsøgn. Ætlanin er sambært Sigmundi Poulsen, at Liljan Weihe skal flytast í annað starv í KVF, sum verður upprættað til hana, og sum gevur millum 3.000 og 4.000 krónur minni um mánaðin í løn, og sum einki hevur við tíðindaleiðslu at gera, sigur Sigmund Poulsen við in.fo. Johnny í Grótinum vísir aftur, at talan er um uppsøgn. Tað er munur á eini uppsøgn og flyting innan setanarøkið, sigur Johnny í Grótinum, stjóri í Kringvarpi Føroya. Samráðingarnar eru um nýggjan sáttmála til umleið 750.000 alment sett í Danmark, og staturin, kommunurnar og regiónir samráðast hvør í sínum lagi og onkuntíð saman við fakfeløgunum. Hetta bendir á, at stevið í samráðingnunum er sera tungt, og at vandi er fyri, at samráðingarnar fara at slitna, metti Casper Schrøder, korrespondentur í fíggjarmálum hjá DR í gjárkvøldið. Samráðingarleiðarin Flemming Vinther og Sophie Løhde, innvatiónsráðharri, vóru í døpurhuga, tá tey komu úr fundarhølunumn í gjár, og søgdu, at tey hildu ikki, at nøkur orsøk var at halda fram við samráðingunum í gjárkvøldið. Stóra ósemjan millum partarnar á statsliga økinum er matarsteðgurin. Løntakararnir vilja hava í sáttmálan, at staturin skal rinda fyri matarsteðgin. Í dag siga tó fleiri samráðingarfólk hjá kommunum og regiónunum við DR, at teir vóna og vænta at kommunurnar og regiónirnar kunnu fá eina semju í lag, hóast hetta ikki eydnast millum statin og fakfeløgini. Martin Ziegler, samráðingarleiðari hjá kommunalu arbeiðsgevarunum, vísur tó á, at hann heldur at ósemjurnar á statsliga økinum, kunnu gera tað truplari at fáa semju í lag millum kommunurnar, regiónirnar og fakfeløgini. Semingsmaðurin hevur longt samráðingarnar tvær ferðir, og kann tískil ikki leingja tær einaferð aftrat. Tí skal ein semja finnast fyri 1. maj. Verður semja ikki áðrenn tað, er vandi fyri stórum verkfalli 6. maj. Verkbann kann setast í verk frá 12. mai. Nú grønlendingar í dag fara til valborðið, er evnið í dagsins TemaTýsdegi, Grønland. Nær kemur Grønland undir donsku krúnuna Og hvat merkti einahandilin og avbyrgingarpolitikkurin fyri Grønland Hesar og aðrar spurningar seta vit Erlingi Isholm, søgufrøðingi. Gestur Hovgaard er leiðari á deildini fyri samfelag, búskap og journalistik á universitetinum í Nuuk. Vit spyrja Gest um valið og nútíðarpolitiska landslagið í Grønlandi. Tordur Niclasen og konan Sigrun Gunnarsdóttir hava í fleiri umførum búð í Grønlandi. Og í dag sláa vit uppá tráðin til Tord, sum í løtuni starvast sum sjúkrarøktarfrøðingur í Eysturgrønlandi. Hvørji kor hava grønlendsk børn í dag Hesar og aðrar spurningar seta vit Ann Andreasen, leiðara á Barnaheiminum í Uummannak. Og vit fara eisini at fregnast um vinnulív og búskap, tá Brian Smedemark, ið áður hevur verið deildarstjóri í TelePost Grønland, kemur á gátt. Tú kanst hoyra sendingina her Í dag eru grønlendingar á vali, og eitt av evnunum, ið hevur fylt nógv í valstríðnum er spurningurin um Grønland skal loysa frá Danmark. Elkundar kunnu nevniliga í framtíðini selja orku inn á netið hjá SEV um teir hava sólpanel, smáAR vindmyllur ella smá vatnorkuverk Heldur USA ikki kjarnorkuavtaluna við Iran, so fær tað álvarsligar fylgjur. Tað sigur iranski forsetin, Hassan Rouhani, sum beinleiðis hóttir USA. Um USA fer at bróta gjørdu avtaluna, so tekur Iran seg burturúr arbeiðinum fyri at steðga kjarnorkuvápnum, sigur leiðarin í iranska trygdarráðnum, Ali Shamkani, áðrenn hann fer til Ruslands á vitjan. Donald Trump, forseti hevur fleiri ferðir funnist at avtaluni sum Iran gjørdi við tey fimm londini, sum hava fast sæti í trygdarráðnum hjá ST og Týskland. Endamálið við avtaluni var at fáa Iran at gevast við at menna kjarnorkuvápn, afturfyri at nógvu tiltøkini sum vórðu sett í verk ímóti landinum, vórðu ógildað. Ovastin fyri CIA, Mike Pompeo, sum verður nýggjur amerikanskur uttanríkisharri, sigur, at hann ætlar at fáa avtaluna at halda. Kann hann ikki sjálvur tað, so fer hann at samstarva við onnur lond, fyri at tryggja avtaluna. Hann fær kortini ikki stuðul úr Ruslandi og Kina, Uttanríkisráðharrarnir í teimum báðum londunum hittust í gjár, og teir samdust um at verandi avtala skal vera galdandi. Vit fara ikki at góðtaka broytingar, sum ST hevur góðkent, segði russiski uttanmríkisráðharrin, Sergej Lavrov, sum var á vitjan í Beijing. Føroya flagg er hvítt krossmerki. Krossurin er fagurreyður PMS 032 og azurblárandaður PMS 300 . Reyði liturin er 1 8 av flaggsins breidd og bláu rendurnar 1 2 av reyða litinum. Teir hvítu teigarnir eru ferhyrndir. Teir næst stongini javnliðaðir, men hinir tvær ferðir so langir. Munurin millum breidd og longd flaggsins er sum 8 11. Í Tórshavn verður gongugøtan frá Sverrisgøtu oman á Vaglið og Áarvegurin frá Vaglinum til Havnagøtu stongd. Eisini verður stongt í Mylnugøtu og í niðasta parti av Tinghúsvegnum. Frá klokkan 15.30 til 17.30 verður Áarvegur stongdur, stongt verður frá Vaglinum til Havnagøtu og til rundkoyringina úti við Skansan. Vegurin Yviri við Strond frá rundkoyringini til Hoyvíksvegin verður eisini stongdur hetta tíðarskeiðið. Frá klokkan 14.00 til 17.00 er Tórsgøta stongd, tí har hava Føroya Ellisakfør framsýning. Eisini í Klaksvík verða vegir stongdir. Flaggdagshald verður í Vágstúni klokkan 14, og tí er ongin gjøgnumkoyring frá klokkan 13.30, og til haldið er liðugt. Siumut fekk 27,2 prosent av øllum atkvøðunum á valinum í gjár. Hóast flokkurin fekk flestar atkvøður, er talan tó um eina stóra afturgongd fyri flokkin 7,1 prosent. Fyrst og fremst vil eg sjálvandi ynskja øllum veljarum til lukku fyri at hava tikið lut í valinum. Tað skulu vit vera errin av, segði hann á grønlendsku sjónvarpsrásini í gjárkvøldið. Eg vil bjóða øllum flokkum, sum eg eri opin fyri, at kom til samráðingar. Eg havi lovað, at í morgin seti eg meg í samband við nakrar flokkar, segði Kim Kielsen í gjárkvøldið, tá valúrslitið var greitt. Næststørsti flokkur eftir valið í gjár er Inuit Ataqatigiit IA , har Sara Olsvig er forkvinna. Flokkurin fekk umleið fjórðu hvørja atkvøðu á valinum. Vit eru sera fegin um at hava fingið hesa stóru framgongdina. Tað eru vit ógvuliga takksom fyri. Ein av orsøkunum er, at vit hava verið greið í okkara boðskapi, sigur Randi Vestergaard Evaldsen. Tilsamans 29.296 grønlendarar vóru á vali í gjár. Tað gevur eitt atkvøðuprosent, sum er 71,9 prosent. Tað er ein afturgongd, sum er eitt prosentstig. Tá flaggdagshaldið er liðugt, vera ódnartøk í bátahylinum í Runavík klokkan 15.30. Klokkan 17.00 verður steypadystur millum NSÍ og AB við Løkin. Dómurin verður sagdur í býarrættinum í Keypmannahavn, og verður talan um, eitt, fyribils í øllum førum, punktum í einum av mest umrøddu og merkisverdu rættarmálunum í donsku søguni. Tá verður greitt, um býarrætturin metir, 47 ára gamli Peter Madsen drap 30 ára gamla journalistin Kim Wall í kavbátinum Nautilus síðst í august í fjør ella um talan var um eitt óhapp, sum Peter Madsen hevur víst á. Ein dómsmannarættur fellur dómin klokkan 12 í dag. Tað er ein dómarin við løgfrøðiligari útbúgving og tvey púra vanlig fólk uttan nakra løgfrøðiliga bakgrund, sonevnd dómsfólk. Upprunaliga reisti ákærin málið sum eitt nevningating tað verður gjørt, tá kravið um revsing er minst fýra ár. Eitt nevningating er mannað við trimum løgfrøðiligum dómarum og seks vanligum fólkum. Tó er tað upp til ákærda, um hann vil loyva einum nevningatingi. Tað vildi Peter Madsen ikki, og tí er tað ein dómsmannarættur við einum dómara og tveimum fólkum, sum fer at fella dómin klokkan 12 í dag føroyska tíð. Maðurin, sum er undir illgruna at tilvitað hava rent á og dripið 10 fólk á einum gonguteigi í Toronto mánadagin, er skuldsettur fyri 10 drápstilburðir og 13 drápsroyndir. Tann 25 ára gamli maðurin royndi at flýggja, beint eftir at hann seinnapartin mánadagin í einum vøruvogni koyrdi á fleiri fólk á einum gonguteigi í norðrara parti av Toronto í Kanada. Løgregluovastin í Toronto, Mark Saunders, segði á tíðindafundi eftir hendingina mánadagin, at hendingin við vøruvogninum ivaleyst var tilvitað. Undirvísingin var tó ikki byrjað tá, og tí bleiv ikki talan um at evakuera næmingar og starvsfólk. Tað sigur Claus Buhr, sum er samskiftisfólk á skúlanum. Á størsta valstaðnum í landinum, Nuuk, fór ein triðingurin ikki á val, og atkvøðuprosentið endaði á 66,8 prosentum. Í 2014 var hetta talið 70,3 prosent. Hóast fólk í Nuuk ikki vóru so ófør at fara á val, var støðan betri aðrastaðni í landinum. Eitt nú í Aasiaat var valluttøkan 74 prosent, og tað er hægri enn í 2014, tá 72,4 prosent fóru á val. Tí er hesin dagur kosin at vera altjóða DNA dagur, og síðani 2013 hava fólk og stovnar runt alla verðina hátíðarhildið henda dagin. Fleiri fólk í Føroyum arbeiða hvønn dag við DNA arvastronginum, og tí verður DNA dagurin eisini hátíðarhildin í Føroyum í dag fyri fyrstu ferð. Hetta verður í Perluni í Havn í dag klokkan 16.00, har tað upp á ymsar mátar verður víst, hvussu DNA verður brúkt í gransking og í sambandi við heilsu í Føroyum. Hetta verður mánadagin tann 30. apríl, tá Caroline Wozniacki fer at veitra av altanini á Ráðhúsinum í Keypmannahavn, boðar danska tennisssambandið frá á heimasíðuni. Fyri umleið trimum mánaðum síðani vann Caroline Wozniacki grand slam kappingina, Australian Open, men hetta hevur ikki verið hátíðarhildið alment í Danmark ikki fyrr enn mánadagin klokkan 12 danska tíð. Inntøkurnar í 2017 vóru íalt 970 milliónir krónur. Inntøkurnar eru soleiðis 12 prosent hægri enn mett í fíggjarætlanini hjá kommununi. Partafelagsskatturin var 49,6 milliónir krónur, sum er 27,6 milliónir hægri enn mett. Hetta ber boð um góða gongd í privatu vinnuni. Samlaðu rakstrarútreiðslurnar í árinum vóru 693 milliónir krónur. Í mun til fíggjarætlanina er samlaða nýtslan 3 prosent minni ætlað. Fleiri orsøkir eru til, at rakstrarútreiðslurnar eru kvinkaðar uppeftir. Búskaparvøksturin hevur havt við sær eina tilflyting, og á fyrsta sinni telur kommunan meir enn 21.000 borgarar. Fleiri børn eru í kommununi, og tað sæst aftur, tí hetta er næst størsta økið, ið kommunan varðar av. Í 2017 vóru útreiðslurnar til Børn og Ung 159 milliónir krónur. Útreiðslurnar til Almanna og heilsumál vóru 222 milliónir krónur, ið er størsta økið hjá kommununi. Býurin veksur, og útreiðslurnar til Teknisk mál í 2017 vóru 117 milliónir krónur. Samanumtikið er fíggjarstøðan í Tórshavnar kommunu góð. Tøkur peningur við ársskiftið var 438 milliónir krónur. Av hesum stóðu 231 milliónir krónur inni hjá Tórshavnar kommunu og 207 milliónir krónur hjá Tórshavnar Havn. Orsøkinar til nógv innistandandi við ársskiftið eru fleiri. Inntøkurnar hava verið hægri enn mett, íløgur eru fluttar fram umframt lántøka í árinum. Tórshavnar kommuna rindaði 18,2 milliónir krónur aftur í skuld. Tórshavnar havn hevði eina lántøku uppá 130 miliónir krónur. Langfreistaða skuldin var við ársskiftið 189,4 miliónir krónur, og av hesum vóru 59,4 milliónir krónur í Tórshavnar kommunu og 130 milliónir krónur í Tórshavnar Havn. Eitt serstakliga stórt og drúgt kanningararbeiði gjørdi, at løgreglan í Keypmannahavn ákærdi 47 ára gamla Peter Madsen. Hann bleiv ákærdur fyri dráp, óhóskandi viðferð av líki, annað seksuelt samband enn samlegu og eisini fyri brot á siglingarreglurnar. Nýttar vóru 67,5 milliónir krónur til Skúlan á Fløtum. Aðrar 21,2 milliónir krónur fóru til Musikkskúlan, og 1 millión fór til at gera Dagstovninum í Kollafirði lidnan. Tilsamans 57,6 milliónir krónur blivu nýttar til ítróttarøkið. Til høllina á Hálsi blivu brúktar 29,7 milliónir krónur, og hallarútbyggingin í skúlanum á Argjahamri kostaði kommununi 12,3 milliónir krónur. Íløgur vóru eisini gjørdar í eitt nú fótbóltsvøllin í Hoyvík og rusjibanan í Svimjihøllini. Kommunan varð fríðkað fyri 11,3 milliónir krónur. Nýttar vóru 6,1 milliónir krónur til økið uttan um Finsen, og aðrar 3 milliónir krónur fóru til onnur fríøki. Kirkjugarðarnir blivu raðfestir við 11,7 milliónum krónum Nýttar vóru 3,1 milliónir krónur til Velbastaðvegin og 8,6 milliónir krónur til kirkjugarðin í Hoyvík. Tað blivu brúktar 7,6 milliónir krónur til kloakkir, 4,4 milliónir krónur til skrottpressu og 10,9 milliónir krónur til vegir. Íløgur vóru eisini gjørdar í byggibúning. Tórshavnar havn hevur í 2017 gjørt íløgur fyri 75 milliónir krónur. Úrslitið aftaná íløgur er 52 milliónir krónur. Íløgur at flyta fram eru 323 milliónir krónur. Tórshavnar kommuna framflytur íløgur fyri 78,9 milliónir krónur. Fyri Tórshavnar Havn er framflytingin 244 milliónir krónur til íløgur. Eg eri bangin fyri, at samgongan fer at samtykkja eina lóg, har í eingin í løgtinginum kennir innihaldið. Eg havi ávarað, og eg vil bara siga tað einaferð afturat. Gerið hetta ikki, tit koma at angra tað, segði Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum. Eg veit við stórari vissu, at tey, sum fáast við siðbundi djórahald í Føroyum og tey eru ikki so fá í samgonguni teimum dámar heldur ikki hesa lógina, sum nú fer at verða samtykt, og sum tey fara at trýsta á grøna knøttin fyri. Og tað er ikki tí, at tey halda, at vit ikki eiga at hava eina lóg, sum verjir djór, og tað er ikki tí, at tey ikki hava virðing fyri djórum, men tí at henda lógin skjýtir yvir mál. Løgtingið verður sett út úr spælinum, landsstýrið fer hereftir at lóggeva á økinum, og tað veðrur ikki bara ein tað verða tveir, segði Bjørn Kallsø. Tað merkir, at hetta er ein nýggj støða í grønlendskum politikki, tí nú eru fleiri flokkar, sum Kim Kielsen, formaðurin í Siumut, kann taka við sær til samráðingarborðið. Tað bleiv borgarligi liberali flokkurin, Demokratarnir, ið hevði størstu framgongdina á valinum í gjár. Men tað er ikki so løgið sambært Thomas Munk Veirum Flokkurin hevur fingið vinnulívsmannin, Niels Thomsen, aftur í politik og at umboða flokkin, og hann hevur veruliga gjørt vart við seg í valstríðnum. Hann fekk heili 2700 persónligar atkvøður. Góða valúrslitið hjá flokkinum vísir eisini, at fólk stuðla málum, sum eru týdningarmikil fyri flokkin almenni geirin skal Í 1961 byrjaði Eyðun Johannesen at týða og leikstjórna leikir til barnaútvarpið. Vit kenna Fólk og dólgar í Kardumummubýnum og Klintrimús og hini dýrini í Valbakkaskóginum. Nú hevur Eyðun Johannesen 80 ára føðingardag. Hon hevur síðani august í fjør kannað Høgna Hoydal, landsstýrismann, og Aksel V. Johannesen, løgmann, fyri løgtingið. Høgna Hoydal fyri embætisførslu sína og løgmann fyri eftirlitið við landsstýrismanninum. Í nýggjastu fráboðan um fundin stendur, at suðurkoreiski forsetin, Moon, skal í morgin hitta Kom á marknalinjuni klokkan 9.30 lokala tíð. Tað er klokkan 01.30 okkara tíð í nátt, skrivar BBC. Men Seoul hevur ávarað um, at tað verður torført at fáa semju um hetta, tí norðurkoreiska kjarnorku tøknin og rakett tøknin er nógv meiri framkomin, enn hon var, tá partarnir seinast tosaðu saman. Partarnir skulu eisini tosa um, hvussu friðartilgongdin fyri hálvoynna skal skipast, so at Korea kríggið, sum var frá 1950 53, formelt kann enda, og eisini um búskapar og sosialmál. Fundurin byrjar ein tíma eftir, at Kim Jong un er farin um marknalinjuna. Tá partarnir hava tosað saman í tveir tímar verður døgurðasteðgur, har partarnir eta í hvør sær. Seinnapartin er hátíðarhald, har Moon og Kim skulu planta eitt furutræ, og teir skulu vatna træið við vatni frá báðum londunum sum tekin um frið og framburð. Síðani ganga teir í býnum Panmunjom, sum er beint við markið, áðrenn næsta umfar av samrøðum byrjar aftur. Hetta umfarið endar við at báðir leiðararnir skriva undir samtykt og felagsyvirlýsing. Kim Jong Un hevur 9 embætisfólk við sær, eitt nú systir sína, Kim Yo jong, sum stóð á odda fyri norðurkoreisku sendinevndini í sambandi við VetrarOlympisku leikirnar í Suðurkorea fyrr í ár. Anders Olsson, skrivari hjá Akademiinum, sigur við SVT, at spurningurin verður viðgjørdur nú, og at niðurstøðan verður kunngjørd í næstum. Skuldsetingar hava verið um, at Nobelnevndin ger kynjamismun tað vil, sambært Sprotanum, siga, at menn lítilsmeta konufólk og meta tær sum eina vøru ella sum seksualobjekt. Sambært upplýsingum, eru persónar í Nobel nevndini og Svenska Akademiinum sum halda, at virðislønin ikki eigur at verða handað í ár. Hinvegin sigur limurin í akademiinum, Gøran Malmqvist, at arbeiðið við Nobelvirðislønini heldur fram, hóast spurningurin um onga virðisløn í ár verður viðgjørdur. Talan er um 2,8 miljónir krónur í undirskoti, og tær verða fluttar yvir í eginogninga, sum 31. desember 2017 var 13,9 miljónir krónur, stendur í frágreiðingini. Við eginognini, sum er úrslit av nettouppsparing frá undanfarnu árum, ber til at dekka útreiðslurnar, sum fara upp um inntøkurnar komandi roknskaparár, skrivar Kongshúsið. Kongshúsið rinda eisini løn. Margretha drotning fær góðar 6,7 miljónir krónur um mánaðin í ríksiveiting, meðan Fríðrikur krúnprinsur fær góðar 1,6 millión krónur um mánaðin í árspeningi og Joachim prinsur fær 295 túsund krónur um mánaðin í árspeningi. Tað svarar til, at árslønin hjá drotningini er 81 miljónir krónur, meðan árslønin hjá prinsunum báðum er lutfalsliga 20 og 3,5 miljónir krónur, skrivar DR. Um tað eru fólk, sum hava eitt serligt pláss í føroysku náttúruni sum sigur teimum nakað, har ein serlig søga kann knýtast til, er danska listakvinnan, Gitte Toft áhuga í hesum, so tað kann geva henni íblástur til málningar hon ætlar at mála úr Føroyum. Gitte hevur fingið serligan tokkað til Føroyar og føroysku náttúruna, tá hon fyri umleið einum hálvum ári síðan vitjaði oyggjarnar. Tað sermerkta við Christianshavns Brass Band er, at fleiri føroyingar spæla við í orkestrinum. Umframt at luttaka í stevnuni, hevur Christianshavns Brass Band eisini konsert í høllini á Læraraskúlanum leygardagin klokkan 16. Veiðiloyvi eru ikki flutt í stríð við galdandi fiskivinnulóg. Tað er niðurstøðan hjá Kristinu Samuelsen, advokati og kanningarstjóra. Hon hevur í dag almannakunngjørt frágreiðing sína , í sambandi við, at hon síðani august í fjør hevur kannað Høgna Hoydal, landsstýrismann, og Aksel V. Johannesen, løgmann, fyri løgtingið. Høgna Hoydal fyri embætisførslu sína og løgmann fyri eftirlitið við landsstýrismanninum. Hetta her er eitt svar, sum ikki er treytaleyst, og tað er fyrst og fremst grundað á, at eg ikki havi funnið nakra haldgóða grund til at staðfesta, at veiðiloyvi eru flutt í stríð við galdandi fiskivinnulóg, segði Kristina Samuelsen. Í hesi løtu leggur kanningarstjórin, Kristina Samuelsen, advokatur, frágreiðing sína, í sambandi við, at hon síðani august í fjør hevur kannað Høgna Hoydal, landsstýrismann, og Aksel V. Johannesen, løgmann, fyri løgtingið. Høgna Hoydal fyri embætisførslu sína og løgmann fyri eftirlitið við landsstýrismanninum. Orsøkin til kanningina er tann, at veiðiloyvi vórðu flutt frá línuskipum til uppsjóvarskip. Tað vóru 15 løgtingsfólk í andstøðuni, øll uttan Kaj Leo Holm Johannesen, sum í fjør summar heittu á løgtingsformannin um at seta kanningarstjóra at kanna, um Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur umsitið sítt málsøki á lógligan hátt í sambandi við veiðiloyvi, sum eru flutt frá línuskipum til uppsjóvarskip. Tey 15 løgtingsfólkini vildu eisini, at kanningarstjórin kannaði lutin hjá Akseli V. Johannesen, løgmanni, sum hevur eftirlit við landsstýrisfólkunum. Teir 15 løgtingslimir vísa til grein 38 stykki 2 í stýrisskipanarlógini, sum sigur, at tveir fimtingar av tinginum hava rætt til at krevja, at kanningarstjóri verður settur. Í august varð Kristina Samuelsen, advokatur, sett sum kanningarstjóri. Hon varð biðin um at svara sjey spurningum frá løgtinginum. Millum annað um landskassin kann verða kravdur eftir endurgjaldi, tí landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum tók aftur veiðiloyvi, sum skip hjá P f Nærabergi høvdu fingið. Upprunin til málið er ein teldupostur frá Vørn til Høgna Hoydal, har sagt verður frá, at veiðiloyvi er flutt av línuskipinum Helenu til uppsjóvarskip Slættaberg. Hetta var 30. mai 2016. Høgni Hoydal sigur seg ikki hava sæð hendan teldupostin tá. Tað var ikki loyvt at flyta veiðiloyvi frá línuskipi til uppsjóvarskip. Tá Høgni Hoydal varnaðist flytingina, bað hann um, at veiðiloyvið varð tikið aftur frá Slættabergi, sum P f Næraberg eigur. Veiðiloyvið, sum eitt annað uppsjóvarskip, Næraberg, fekk frá línuskipi, varð eisini tikið aftur. Reiðariíð, P f Næraberg, kærdi avgerðina til Løgtingsins umboðsmann, sum ikki viðgjørdi kæruna, tí løgtingið kannaði sjálvt málið. 1. Hevur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, viðvirkað til at útskriva veiðiloyvir, herundir flyting av veiðiloyvum, sum eru í stríð við niðurstøðu hjá Løgtingsins Umboðsmanni frá 2014 og ella sum eru í stríð við galdandi fiskivinnulóggávu og ella hevur landsstýrismaðurin verið vitandi um hesi viðurskifti 2. Hevur Fiskimálaráðið undir núverandi landsstýrismanni í fiskivinnumálum, Høgna Hoydal, viðvirkað til at útskriva veiðiloyvir, herundir flyting av veiðiloyvum, sum eru í stríð við niðurstøðu hjá Løgtingsins Umboðsmanni frá 2014, og ella sum eru í stríð við galdandi fiskivinnulóggávu 3. Gav Høgni Hoydal, landsstýrismaður, Løgtinginum skeivar ella villleiðandi upplýsingar, tá hann á løgtingsfundi tann 29. mai 2017 upplýsti, at hann einans var gjørdur varugur við flyting frá línuskipi til uppsjóvarskip, samstundis sum hann undirstrikaði, at tað var Vørn, sum umsitur hatta í dag, og at tað var ein kanning í gongd av, hvat ið gongur fyri seg har. Landsstýrismaðurin upplýsti, at hann vildi svara, tá hann hevði fingið at vita, hvat gekk fyri seg í Vørn. 4. Hevur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, og ella Fiskimálaráðið hildið seg til galdandi umsitingarligar reglur í sambandi við ítøkilig boð til Vørn um at taka ávísar konkretar avgerðir, herundir at taka avgerð um afturtøku av givnum loyvum, hóast hetta málsøkið er lagt út til Vørn at umsita 5. Hvør gav boðini um at taka aftur veiðiloyvið hjá Slættaberg, og vóru hesi boð lóglig Í noktandi føri verður kanningarstjórin eisini biðin um at greina, hvørja endurgjaldsskyldu landskassin møguliga kann ífalla orsakað av afturtøkuni av tilsøgnini til nevnda reiðarí. 7. Hevur løgmaður í hesum máli røkt sína eftirlitsskyldu á fullgóðan hátt Í sambandi við tilnevningina havi eg umrøtt arbeiðssetningin við løgtingsformannin og løgtingsstjóran fyri at fáa greiði á ymiskum ivamálum í tilknýti til spurningarnar 1, 2 og 4. Í kanningini stendur, at uppgávan skal síggjast í ljósinum av skrivi til løgtingsformannin, dagfest 11. juli 2017, frá stigtakaranum til áheitanina um at fáa sett kanningarstjóra, sum í sínari heild snýr seg um avgerðir, givin loyvir, flyting og afturkalling av loyvum í sambandi við tað ítøkiliga málið um línuskipið Helenu og uppsjóvarskipið Slættaberg og ikki øll onnur skip, sum Fiskimálaráðið ella Vørn annars hava fingist við, uttan so at slík mál natúrliga koma undan kavi í eftirkanningini av hesum ítøkiliga málinum. Avrit av nevnda skrivinum frá stigtakaranum til áheitanina um at fáa sett kanningarstjóra varð eisini viðlagt skrivinum frá løgtingsformanninum. Ítøkiliga málið, sum er nevnt í skrivinum til løgtingsformannin, dagfest 11. juli 2017, snýr seg um eina flyting av einum veiðiloyvi frá einum línuskipi yvir 110 tons til eitt uppsjóvarskip, sum eisini er tað, sum niðurstøðan hjá Løgtingsins Umboðsmanni frá 2014 í høvuðsheitum snýr seg um. Høvuðsdenturin í kanningararbeiðinum er tí lagdur á at kanna flytingar av veiðiloyvum frá línuskipum yvir 110 tons, umframt tað rættargrundarlagið og ta siðvenjuna, sum hevur verið á økinum í tilknýti til slíkar flytingar . Men talan er als ikki um ein vanligan hund, tí Dion, sum hundurin eitur, er ein tjekkoslovakiskur úlvahundur, og tann einasti av sínum slagi í Føroyum. Eg hevði hug til at royna eitt øðrvísið hundaslag og kundi eisini hugsað mær eina avbjóðing. Og tað er tað, tá mann hevur ein tílíkan hund sum hendan, sigur Jakobina Niclasen. Hetta er ein rættiliga gløggur og ógvuliga lærunemmur hundur, og hann blívir ikki troyttur, soleiðis sum aðrir hundar vanliga blíva. Hann skal gerast mentalt troyttur, sigur Jakobina Niclasen. Mann sær á honum, at hann hugsar allatíð, hyggur eftir øllum og fylgir sum heild øgiliga væl við í øllum, sum fer fram rundan um hann. Hann ger eisini illa forteð og kann vera eitt sindur destruktivur, um hann ikki verður sosialiseraður og vandur ordiligt, sigur Jakobina Niclasen. Í stuttum kann sigast, at dýri biðidagur bleiv halgi og høgtíðsdagur í 1600 talinum. Heldur enn at hava fleiri ymiskar halgidagar, blivu hesir lagdir saman til ein dag dýra biðidag. Elska ella hata sangin, so kemst ikki uttanum, at hvørt mansbarn í Føroym ella kanska í heiminum kennir sangin um barbie gentuna, sum danski bólkurin Aqua sang um. Í summar trínur bólkurin á pall á Vágsbøi í Klaksvík, tá ársins Summarfestivalur verður í døgunum 9. 11. august. Eg haldi øll í Føroyum kenna rættiliga væl Aqua, og vit kunnu skjótt blíva samd um, at Aqua er nokk tað størsta popp fyribrygdið og successin í Danmark nakrantíð, og tey hava ongantíð verið í Føroyum. So tað var upplagt at kunna fáa tey hendan vegin, og vit hava eisini góðar karmar til at hýsa einum popp showi, sigur Erik Biskopstø. Ein onnur popp sensatión, sum eisini skal spæla á ársins Summarfestivali, er svenska Zara Larsson, sum er sera aktuell kring allan heimin í løtuni. Í mun til svensku popp stjørnina er Aqua ikki serliga aktuelt, men helst kenna tey flestu fleiri sangir hjá bólkinum, sum hittaði um allan heimin í 90 unum. Aqua hevur selt 33 milliónir plátur og stakløg kring heimin, og er bólkurin eisini harvið størsta danska tónleikaútflutningsvøra nakrantíð. Tey eru kend fyri at levera fest og balladu, og hittini eru stór. Eg trúgvi, tað verður rættiliga forvitnisligt, sigur Erik Biskopstø, fyriskipari. Mette Aadahl, granskari, segði í TV2, at kontórstólar eru sera slítandi fyri okkara rygg nokk nógv meira enn vit geva okkum far um. Umframt gongdina rúmar bókin eisini umrøðu av fleiri leikarum, sum hava gjørt vart við seg hesi árini. Eisini formenninir, fjeppararnir og onnur fólk kring B36 hava sítt pláss í bókini, sum kemur út sunnudagin. Morgunsendingin skifti orð við rithøvundan um nýggju bókina og fekk Trónd Vatnhamar at lesa eitt brot, har mongu kiloini á kroppi hansara verða umrødd. Høgni Hoydal sær kanningina sum eina neyva frágreiðing um, at fyrrverandi fiskivinnulóggáva var torgreidd og ikki altíð umsitin á rættan hátt, og at tørvur var á at endurskoða hana. Lurtið eftir samrøðuni, sum Jón Brian Hvidtfeldt gjørdi við Høgna Hoydal, aftaná framløguna hjá Kristinu Samuelsen, kanningarstjóri. Hon var sett at kanna, hvørt Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur umsitið sítt málsøki á lógligan hátt í sambandi við flyting av veiðiloyvum, og um Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur røkt sína eftirlitsskyldu á fullgóðan hátt. Landsstýrismaðurin hevur ikki forbrotið seg ímóti lóggávuni, men siðvenjan við flyting av veiðiloyvum, hevur ikki verið í tráð við fyrrverandi fiskivinnulóggávuna. Tað vísti Kristina Samuelsen, kanningarstjóri millum annað aftur á, tá Jón Brian Hvidtfeldt tosaði við hana aftaná framløguna av kanningini í dag. Kanningarstjórin skuldi kanna og gera eina frágreiðing til Løgtingið, um hvørt Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur umsitið sítt málsøki á lógligan hátt í sambandi við flyting av veiðiloyvum, og um Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur røkt sína eftirlitsskyldu á fullgóðan hátt. Í sambandi við 80 ára føðingardagin hjá Eyðuni Johannessen, leygardagin 26. apríl, endursenda vit sendingina Játtanarsøgur leikstjórans . Ein eldri leikstjóri kemur aftur til heimbýin at seta upp leikin Meðan vit bíða eftir Godot eftir Samuel Beckett. Í steðgunum millum venjingarnar saman við leikarunum á tjóðpallinum í Havn, lítur Eyðun Johannessen aftur á lívið sum leikstjóri. Vit hoyra um avbjóðingarnar og um trongdina til at vera einsamallur, og vit fáa eina mynd av fjakkandi lívinum sum leikstjóri í Norðurlondum. Játtanarsøgur leikstjórans er ein erlig mynd av einum persóni, sum brennur treytaleyst fyri listini. Vit síggja upptøkur frá seinast í seksti árunum, frá 1997 sum ongantíð hava verið vístar áður og frá 2011. Lagt til rættis Ivan Niclasen. Men samstundis eru heilir flokkar, sum siga tað øvugta. At tað er keðiligt at lesa, at tey orka ikki fyri at lesa, og at tey lesa millum lítið og einki. Eisini sjálvt um flestu lærarnir í Føroyum koma av sama lærustovuni, hava somu námsætlanir at halda seg til, hava sama undirvísingartilfar og somu karmar, so er ymiskt, hvat spyrst burturúr. Men tú finnur onga einfalda og eintýðuga orsøk til, at spennið millum teir lesisterku flokkarnar og lesiveiku flokkarnar er so stórt. Føroyskir lærarar hava eina stóra avbjóðing fyri framman, tá ið børn og ung eftir øllum at døma lesa so lítið, sigur Herálvur Jacobsen, sum er formaður í Føroya Lærarafelag. Flokkurin, sum hon stillaði upp fyri, Nunatta Qitornai, fekk bara eitt umboð, og tað var formaðurin og stovnarin av flokkinum, Vittus Qujaukitsoq, sum varð valdur. Hann fekk 698 persónligar atkvøður, meðan Aleqa Hammond einans fekk 171 atkvøður. Aleqa Hammond hevði vónað, at hon fór at koma afturíaftur í grønlendskum politikki, tá hon fyri einum mánað síðani boðaði frá, at hon stillaði upp fyri nýggja flokkin. Tað hendi, eftir at hon legði frá sær sum landsstýrisformaður í 2014. Tað kom fram í eini grannskoðarafrágreiðing, at hon uttan heimild hevði nýtt pengar hjá landstinginum til egna nýtslu. Í fólkatinginum hevur hon boðað frá, at hon ongar ætlanir hevur um at fella borgarligu stjórnina. Afturfyri gjørdist hon forkvinna í Grønlendinganevndini hjá fólkatinginum. Toppskorari var Sara Olsvig úr IA, sum fekk 3.360 atkvøður, Niels Thomsen úr Demoktarunum fekk 2.710 atkvøður, Hans Enoksen úr Parti Naleraq fekk 2.531 atkvøður og sitandi landsstýrisformaðurin, Kim Kielsen úr Siumut fekk 2.165 atkvøður. Høgni Hoydal hevur sent eitt uppskot til hoyringar, um at broyta ásetingingina um at allur svartkjaftur skal landast um føroyskan bryggjukant, sum er ásett í kunngerðini um treytir fyri landing við meira í Føroyum. Høgni Hoydal vil, at kravið um landing um føroyskan bryggjukant, skal takast av frá tí degi broytingin kemur í gildi og fram til 14. juni 2018. Víst verður á, at í lógini um sjófeingi, sum Løgtingið júst hevur samtykt, er heimilda landsstýrismanninum at gera undantak frá kravinum um landing um føroyskan bryggjukant fyri ávís fiskasløg, heilt ella lutvíst, ella í avmarkað tíðarskeið Í viðmerkingunum til broytingaruppskotið stendur, at tørvur er á at gera undantak viðvíkjandi eitt nú svartkjaftinun vegna vantandi móttøkukapasitet av fiskinum í háárstíð. Fiskimálaráðið skrivar, at fiskiskapurin eftir svartkjafti er nú í føroyskum sjógvi, so væntast kann, at túrarnir hjá skipunum verða styttri, samanborið við túrar á longri farleið. Við góðum fiskiskapi, fer hetta at leggja størri trýst á móttøkuna á landi. Mett verður at hendan støðan er góð grundgeving fyri, at kravið um, at allar svartkjaftur skal verða landaður í Føroyum, kann verða endurskoðað og broytt. Opin uppboðssøla merkir sambært uppboðssølukunngerðini at øll, sum bjóða, síggja allar upphæddir, ið bodnar verða. Bjóðað verður, til ongin bjóðar yvir, og hægsta boð fær so útbodnu nøgdina. Næraberg keypti 5000 tons og partafelagið Christian í Grótinum keypti 2000 tons. Í báðum sølum var Miðalprísurin eisini 40 oyru kilo. Maurice Ross, sum er venjari hjá Víkingi, skal spæla ímóti TB FC Suðuroy Royn í fjórðingsfinaluni. Hann var venjari hjá suðuroyarliðnum í fjør. Kanningin skuldi eisini umfata leiklutin hjá løgmanni og um hann hevði røkt sína eftirlitsskyldu. Men tá kanningarstjórin staðfesti, at Høgni Hoydal hevði hildið sínar skyldur, varð ikki neyðugt at kanna leiklutin hjá løgmanni. Kringvarpið hevur roynt at fáa viðmerkingar fra Bárði á Steig Nielsen, formanni í Sambandsflokkinum, Jørgeni Niclasen, formanni í Fólkaflokkinum, og fleiri øðrum umboðum fyri andstøðuna, men eingin teirra vildi gera viðmerkingar í dag. Forsetin í Norðurkorea, Kim Jong un, er komin til markið millum londini bæði, har forsetin í Suðurkorea, Moon Jae in, tekur ímóti. Hetta er fyrstuferð í 65 ár, at ein norðurkoranskur leiðari hittir ein suðurkoreanskan forseta, uttanfyri fyri Norðurkorea. Toppfundurin millum Kim Jong un og Moon Jae in verður hildin í bygdini Panmunjom, sum liggur á markinum millum londini bæði. Tað var júst í hesari bygdini, at vápnahvíldin, ið endaði Korea kríggið, varð undirskrivað í 1953. Eygleiðarar rokna við, at Kim Jong un og Moon Jae in á fundinum ídag fara at tosa um varandi frið millum londini, og í hesum sambandi verður norðurkoreanska kjarnorku ætlanin eisini umrødd. Eftir fyrsta fundin fer norðurkoreanska sendinevndin yvir um aftur markið at eta frokost. Síðani skulu báðir leiðararnir planta eitt furutræ, sum skal ímynda frið og vælferð. Nýggja kunngerðin strikar stutt sagt svartkjaft av listanum í gomlu kunngerðini frá 23.mars, sum nevnir 22 ymisk fiskasløg, ið skulu landast um føroyskan bryggjukant. Flestu uppsjóvarskipini royna eftir svartkjafti sunnafyri Føroyar. Trongligt hevur verið hjá Havsbrún í Fuglafirði, sum higartil hevur verið einasta staðið at landa svartkjaftin. Tó hevur okkurt einstakt skip landað svartkjaft til Faroe Pelagic í Kollafirði. Nú nýggja kunngerðin er lýst, hava fyrstu skipini sett kós móti móttøkuvirkjum uttanlands. Eittnú er Fagraberg áveg til Skagen at landa. Símun Absalonsen, semingsmaður, legði eitt semingsuppskot fyri partarnar seinnapartin í gjár. Tí hava Flogskiparafelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag freist til á middegi í morgin at taka støðu til eitt nýtt semingsuppskot um nýggjan sáttmála fyri flogskipararnar, ið flúgva fyri Atlantic Airways. Semingsstovnurin valdi tó at kalla partarnar saman aftur, tí stovnurin metti at eitt høvðusmál í samráðingunum var ikki nóg væl viðgjørt. Í sama viðfangi heitti Semingsstovnurin á partarnar um at leingja galdandi sáttmála til 27. apríl á midnátt, og hesum eftirlíkaðu bæði Føroya Arbeiðsgevarafelag og Flogskiparafelag Føroya. Johan Vágadal, formaður í Flogskiparafelagnum, segði við útvarpið 17. apríl, at flogskipararnir krevja ikki lønarhækking fyrst og fremst, men betri arbeiðsumstøður, so sum skipaða frítíð. Vanligt er tó, at sáttmálapartarnir ikki taka onnur stig, so leingi sum Semingsstovnurin er inni í myndini. Men um Semingsstovnurin blakar frá sær, so stendur pørtunum frítt at taka onnur stig tað vil siga at lýsa verkfall ella verkbann. Í sáttmálanum millum Flogskiparafelagið og Arbeiðsgevarfelagið stendur tó, partarnir hava 14 daga freist at boða frá arbeiðssteðgi. Nýggj kunngerð um treytir fyri at landa í Føroyum er lýst og komin í gildi. Nýggja kunngerðin strikar stutt sagt svartkjaft av listanum í gomlu kunngerðini frá 23.mars, sum nevnir 22 ymisk fiskasløg, ið skulu landast um føroyskan bryggjukant. Punkt nummar 19, tað er svartkjaftur, er sambært nýggju kunngerðini strikað av listanum, frá í dag at rokna til og við 14. juni. Flestu uppsjóvarskipini royna eftir svartkjafti sunnafyri Føroyar. Trongligt hevur verið hjá Havsbrún í Fuglafirði, sum higartil hevur verið einasta staðið at landa svartkjaftin. Tó hevur okkurt einstakt skip landað svartkjaft til Faroe Pelagic í Kollafirði. Uppskotið um at byggja nýtt barnaheim fall burtur, hevur ligið í fíggjarnevndini síðani 18. januar. Men uppskotið kom ongantíð úr nevndini til aðru viðgerð, hóast breið semja er um tað og pengar eru settir av til verkætlanina. Men stórur tørvur er á einum nýggjum barnaheimi, heldur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í Almannamálum, sum legði uppskotið fram. Arbeitt verður tí víðari við ætlanini, og uppskotið verður lagt fram aftur á Ólavsøku, sigur landsstýriskvinnan. Barnaheimið er sjálvsognarstovnur, og fíggjarnevndin vil hava at vita, um virðið av verandi barnaheimið kann nýtast í byggingini av nýggja barnaheiminum, sum verður mett at kosta 60 milliónir krónur. Leiðslan á Barnaheiminum hevur í nógv ár víst á, at stórur tørvur er á at byggja eitt nýtt og nútímans barnheim. Í løtuni er Barnaheimið spjatt í ymsum bygningum, og allir aldursbólkar og fólk við ymiskum trupulleikum húsast í somu hølum. Hetta ger tað trupult veita eina nøktandi viðgerð. Ætlanin er tí at byggja eitt nýtt barnaheim, sum kann skipast eftir aldri, kyni og tørvi hjá børnunum. Hendan reglan verður nú veruleiki, tí víðagitni svenski bólkurin ABBA hevur júst kunngjørt, at han fer aftur í upptøkuhølini at spæla tvey løg inn. Ein av sangunum hevur heitið I Still Have Faith In You og verður almannakunngjørdur í einum sjónvarpssýning í desember, og tað er ikki kunngjørt, nær hin sangurin verður almannakunngjørdur. Ætlanin er eisini, at bólkurin skal framføra aftur. Men fjepparar fara tó ikki at uppliva Agnetha F ltskog, Bj rn Ulvaeus, Benny Andersson og Anni Frid Lyngstad live. Tí talan er um eina konsertferð, har tað verða digitalar versiónir av limunum í bólkinum, sum fara at framføra. Lundin fer í fyrstu atløgu at fevna um á leið triðingin av ovara Vágsbøi. Kanjon stendur fyri jørðarbeiðnum og at leggja ein part av Ósánni um, meðan býargartnarin fer at taka sær av grøna partinum, herundir at planta trø og runnar, seinni í summar. Lundin er partur av skipanaruppskotinum fyri nýggja miðbýin, sum Ósbjørn Jacobsen hevur teknað, og við tíðini er ætlanin at víðka um lundina, so hon kann fevna um ein størri part av Akursmørk. Bygningurin er í fýra hæddum, veghæddin er ætlað útleigan til handilslív, ímeðan hinar hæddirnar húsa 30 íbúðum, sum Bústaðir leigar út. Tað eru Bústaðir sum byggir, men Klaksvíkar kommuna hevur bundið seg til at leiga vinnuhølini fyri 600.000 krónur um árið, um handlar ikki flyta inn í hølini. Tilboð koma skjótt inn Ein partur av miðbýarætlanini er, at byggja nýtt Mentanarhús. Ætlanin er at byggja uppí gamla Posthúsið, og fer hendan verkætlanin at kosta um 45 milliónir krónir. Arbeiðið er boðið út, og tilboðini koma skjótt inn, vísur bprgarstjórin á. Johan Vágadal, formaður í Flogskiparafelagnum, segði við útvarpið 17. apríl, at flogskipararnir krevja heldur betri arbeiðsumstøður, so sum skipaða frítíð, enn lønarhækking. Partarnir hava 14 daga freist at boða frá arbeiðssteðgi. Tí kann ein møguligur arbeiðssteðgur í fyrsta lagi raka flogførini hjá Atlantic Airways leygardagin 12. mai. Stevningin hjá pornosjónleikarinnuni Stephanie Stormy Daniels Clifford av Michael Cohen, advokati hjá amerikanska forsetanum Donald Trump, verður steðgað í tríggjar mánaðir. Sambært amerikonskum fjølmiðlum kannar FBI um teir 130.000 dollararnir, sum Michael Cohen rindaði til Stormy Daniels áðrenn forsetavalið í 2016, stavaðu frá valdystinum hjá Donald Trump. Tí hetta er í stríð við amerikonsku lógirnar um valdystir. Tá mann hevur við fisk at gera, tá kann mann ikki siga við fiskin, at hann skal bíða, til mann er klárur at landa. Mann má fiska, meðan fiskur er , sigur Bogi Jacobsen. Tað sigur Símun Absalonsen, semingsmaður, sum legði eitt nýtt semingsuppskot fyri arbeiðsgevararnar og flogskipararnar hjá Atlantic Airways fyri tveimum døgum síðan. Flogskipararnir eru ikki nøgdir við arbeiðsumstøðurnar, sum teir hava. Tað er ikki eins nógv lønin, sum hitt arbeiðsumstøðurnar, red , sum er trupulleikin, sigur Símun Absalonsen. Johan Vágadal, formaður í Flogskiparafelagnum, segði við útvarpið 17. apríl, at flogskipararnir krevja heldur betri arbeiðsumstøður, so sum skipaða frítíð. Tórshavnar býráð hevur samtykt at arbeiða víðari við eini ætlan um samstarv millum IRF, sum eigur brennistøðina í Leirvík, og KOB, sum er brennistøðin hjá Tórshavnar Kommunu. IRF og KOB hava longu ymisk samstarv. Hetta riggar væl, at tí vilja partarnir kanna møguleikarnar fyri at fáa samstarvið at fevna um enn fleiri viðurskifti, og enntá um at leggja báðar brennistøðirnar saman. Áður hevur IRF tikið undir við eini slíkari ætlan, og nú hevur Tórshavnar Býráð so eisini samtykt at arbeiða víðari við tí, skrivar in.fo. Bernhard er uppvaksin á Toftum, men hevur seinastu 5 árini arbeitt í Havn og búð á Argjum. Hann fer nú at arbeiða á Skálafjørðinum og er fluttur heimaftur at búgva. Vit síggja tað, at fólk, sum leggjast afturat í kommununi, eru fólk, sum ikki hava tilknýtið til kommununa. So tað er nokk høvuðsorsøkin Útlitini til at tunnilin verður liðugur skjótt, sigur Jóhannus Danielsen. Kommunulæknafelagið boðaði í februar frá, at felagið hevði sagt sáttmálan við Heilustrygd og Heilsumálaráðið upp. Tá segði Marjus Dam, formaður í felagnum, at sáttmálin er minst 12 ára gamal og eigur at vera dagførdur, skal viðgerin ikki vera afturúrsigld. Enn er eingin semja um ein framtíðarsáttmála men gongd er á samráðingunum, sigur Marjus Dam, formaður í Kommunulæknafelagnum við útvarpið i dag. Ganga sámráðingarnar væl týsdagin fara kommunulæknarnir ikki í verkfall tá, men tað kann gerast neyðugt, um man ikki kemur nakran veg, sigur Marjus Dam Bakkaverja í Kirkjubø, vinnuøki á Gomlurætt og tyrving á Velbastað. Tað er ætlanin hjá Tórshavnar Kommunu við grótinum, sum kemur úr Sandoyartunlinum. Har vísti tað seg, at roynt var við tveimum trolum og tað er ikki loyvt sambært reglunum um fiskiskap hjá trolarum úr ES londum í føroyskum sjógvi. Siumut, ið vann valið, leiðir samráðingarnar og higartil hava tey havt fundir við allar flokkar uttan nýstovnaða Samstarvsflokkin. Sambært KNR og Sermitsiaq, so hava fundir verið hildnir millum flokkarnar síðan mikudagin og tað heldur fram í vikuskiftinum og í næstu viku. Serliga loysingarspurningurin fylti nógv í valinum í Grønlandi í ár. Fleiri flokkar vilja hava eina ætlan fyri hvussu Grønland kann fara úr ríkisfelagsskapinum við Danmark. Thomas Veirum, sum er redaktiónsleiðari á grønlendska kringvarpinum, KNR, segði soleiðis um loysingarspurningin, tá vit tosaðu við hann 23. apríl áðrenn valið. Siumut vann sum kunnugt valið í Grønlandi og fekk 27 av atkvøðunum, ið tó er ein afturgongd í mun til seinasta val, tá flokkurin fekk yvir 30 av atkvøðunum. B36 KÍ 3 2 2 1 23 minuttir. 0 1 Boris Dosljak 30 minuttir. 1 1 Benjamin Heinesen 31 minuttir. 2 1 Meinhard Olsen 53 minuttir. 3 1 Kaimar Saig 73 minuttir 3 2 Ronni Møller Iversen Elin Heðinsdóttir Mortensen er forkvinna í Ítróttarsambandi Føroya, og hon vil hava Oyggjaleikirnar til Føroya. Vit hava bíðað eftir at fáa fíggjarliga trygd frá løgtinginum tað hava vit fingið nú, og tí kunnu vit nú søkja um at gerast vertir fyri Oygjaleikirnir aftur, sigur hon Flogsambandið skrivar, at seinasta settið var rein uppvísing frá Føroyum. Hetta settið endaði 25 14, og harvið hava Føroyar tryggja sær fyrstu stigini í kappingini. Sambært Jákupi Villiam Sivertsen, hjálparvenjara, var føroyska liðið betri enn tað skotska, men spælararnir vóru sera nervøsir við byrjan á fyrsta settinum. Næsti dystur hjá Føroyum verður í morgin klokkan 15.00 móti Luxemborg, sum verður mett at verða eitt tað sterkasta liðið í bólkinum. Borgarstjórin í Venesia, Luigi Brugnaro, stúrir fyri, at støðan verður hin sama sum á páskum, tá býurin var fullur av ferðafólkum. Í gøtunum var ikki frammikomandi fyri fólki, og í siglingarveitunum var heldur einki pláss. Býráðið hevur, sum eina roynd hetta vikuskiftið og fram til í morgin, sett upp portur við bussfarsstøðirnar Piazzale Roma og Santa Lucia, so til ber eftir tørvi at avmarka talið av fólkum inn í býum. Talið av ferðafólkum er eisini avmarkað. Kendastu ferðafólkamálini í býnum, Markusplássið og Rialto brúgvin, og skjótastu farleiðirnar hagar eru bara til íbúgvarnar og til tey, sum hava Carta Venezia . Hetta er okkara býur og ikki býurin hjá borgarstjóranum, løgregluni ella ferðafólkunum, segði eitt av mótmælisfólkunum í sjónbandaupptøku, sum varð almannakunngjørd á sosialu miðlunum. Seinastu árini hevur kjak eisini verið um ferðamannaskipini, sum vitja býin, har túsundtals ferðafólk streyma inn í miðbýin og vitja kendu støðini í senn. Tí er avmarking sett fyri, hvussu nógv ferðamannaskip kunnu koma til býin um dagin, og størstu skipini sleppa ikki longur at sigla heilt inn til býin. Í fjør vóru reglur settar í verk um almennan atburð. Nú er ikki loyvt at vitja kend støð í svimjiklæðum, at svimja í siglingarveitunum, at steðga ov leingi á brúgvunum, at súkkla í býnum og at tveita rusk á gøtuna. Stórt trýst hevur verið á Amber Rudd í sonevndu Windrush gøluni, og hon leggur frá sær, tí hon er løgd undir at hava villeitt bretska parlmaentið. Málið snýr seg um eitt ættarlið av tilflytarum úr Karibia, sum í árunum frá 1948 1971 vórðu bodnir til Bretlands at arbeiða. Hetta ættarliðið varð rópt Windrush ættarliðið uppkallað eftir skipunum, sum førdu tilflytararnar til Bretlands. Seinastu vikurnar hava fleiri søgur verið í bretskum fjølmiðlum um, at eftirkomarar og arbeiðsfólk ikki fáa grundleggjandi rættindi, tí teir sambært myndugleikunum ikki kunnu skjalprógva, hví tey hava rætt til at uppihalda seg í landinum. Tað hevur lagt trýst á fleiri ráðharrar teirra millum Amber Rudd, sum hevur ilt við at greiða frá, hví tilflytararnir fáa slíka viðferð. Samstundis er komið undan kavi, at Amber Rudd hevði sum mál, at reka tilflytarar úr landinum uttan at hava boðað bretska parlamentinum frá tí. Í síðstu viku segði hon annars limunum í parlamentinum frá, at ráðið fyri tilflytarar ongar ætlanir hevði um at koyra tilflytarar úr landinum. Hon viðgekk tó seinni, at málini vóru har, men at hon var ikki kunnað um tey. Í gjár gjørdist trýstið so mikið stórt, tí bretska blaðið The Guardian almannakunngjørdi eitt bræv, sum Amber Rudd í januar í fjør hevur sent Theresu May, har hon skrivar, at hon er farin undir stórsligið og gevandi mál um at senda fleiri tilflytarar heimaftur. Nýggja leigulógin, sum løgtingið hevur samtykt, skal forða fyri, at fólk leiga bústaðir, sum ikki eru tryggir móti eldi. Krøv til bústaðir eru kommunalt ábyrgdarøki. Við nýggju lógini fáa kommunurnar heimild at skráseta leigubústaðir, sum lúka lógarásett krøv til bústað. Talan er í høvuðsheitum um reglur um brunatrygd og brunaverju. Eftirspurningurin eftir bústøðum er ovurhonds stórur, men lítlar og ongar treytir eru settar til leigubústaðir. Hetta ger, at nógvir leigubústaðir eru sera vánaligir og í summum førum hættisligir. Nú fær Leigunevndin heimild at taka mál upp av sínum eintingum, tá nevndin í sambandi við kærumál um onnur viðurskifti kemur eftir, at leigubústaðurin ikki lýkur lógarásett krøv um bústað. Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í bústaðamálum, vónar, at kommunurnar taka heimildina at gera skrá við góðkendum leigubústøðum til sín. Býurin Pamplona er kendur fyri tarvarenning, og tað var undir tarvarenningini í 2016, at fimm menn steðgaðu einari gentu og vildu fylgja henni til bilin. Ístaðin tóku teir hana inn í eina uppgongd og hópneyðtóku hana, meðan teir filmaðu tað. Gentan varð funnin grátandi á einum beinki eftir hendingina. Hon greiddi frá, hvussu menninir sóu út, og teir vórðu handtiknir dagin eftir. Men í rættinum vórðu allir fimm fríkendir fyri neyðtøku men dømdir fyri lættari kynsligan ágang . Harumframt fyri at hava stolið telefonina hjá henni. Teir ákærdu siga, at gentan var við uppá tað og eitt prógv, sum verjin hevur nýtt, er upptøkan á telefonini, har hon 96 av tíðini hevur afturlatin eygu. Hetta er sambært verjanum, tí gentan nýtti tað. Tað hevur somuleiðis fingið øði í fólk, at eitt góðkent prógv í rættarmálinum er ein upptøka, sum ákærdu menninir hava gjørt av gentuni dagarnar eftir hendingina, har hon er filmað saman við sínum vinfólkum og tykist glað og smílandi. Málið hevur fingið fleiri kend fólk at mótmæla móti dóminum og at seta spurngartekin við alt grundarlagið, sum neyðtøkumál verða viðgjørd eftir. Tey kalla tað ímyndin av eini sexistiskari og mansdominerandi mentan. Dómurin hevur eisini fingið fleiri túsund kvinnur at deila sínar upplivingar á Twitter við hasjtagginum cuentalo, sum merkir Sig frá tínum hendingum . Men tað er neyðugt, skulu einstøku verkini koma til sín rætt til eina bólkaframsýning, siga kuratorarnir, sum hava staðið fyri framsýningini. Niels Nattestad legði í sínum ítróttalívi mesta dentin á hondbólt. Spældi á 1. liði hjá Kyndli frá1964 til 1982 og var føroyameistari næstan hvørt ár. Niels var á landsliðnum frá 1968 og øll 70ini. Eitt skifti var hann formaður í HSF. Seinni hevur hann verið frammarlaga í áhugafelagnum Lions og distriktsguvernørur fyri Føroyar, Grønland og Norðursæland. 60 ára gamal legði Niels frá sær sum skúlastjóri á Venjingarskúlanum í 2007. Sum eftirløntur hevur hann havt parttíðararbeiði fyri sambandsflokkin og ÍSB, men hevur eisini givið sær stundir at ferðast víða um við konuni. Sjálvt um føroyska flaggið, Merkið, varð viðurkent, undir seinna veraldarbardaga, í 1940, var ikki fyrr enn sjey ár seinni, í 1947, at fyrsta flaggdagshaldið í landinum, varð hildið. Uppá nógvar mátar er tað løgið, at vit enn halda flaggdag. Vit liva í einum altjóðagjørdum heimi. Vit brúka fleiri tímar hvønn einasta dag á alnótini. Vit eru bitin av Netflix, HBO ella anim teknifilmum. Vit tosa meira um Trump, Putin og Kim Jong un, enn um føroyskar politikarar. So hví ganga runt og veittra við Merkinum í dag Eru fløgg ikki avoldað Vit eru heimsborgarar. Vit samskifta við allan heimin, og eru í allar mátar partur av altjóða búskapinum. So hví yvirhøvur ganga upp í, um vit eru føroyingar Svarið er einfalt. Vit hava brúk fyri tryggleika vit hava brúk fyri at vita, hvørji vit eru, vit hava brúk fyri at vita, hvar vit hoyra til. Alheimurin gevur okkum so ómetaliga nógv fantastisk tilboð, men tey eru ov nógv, skifta ov skjótt og tað skal ofta so øgiliga lítið til, at vit missa okkum sjálvi burtur. Spurningar sum Hvør eri eg , hvørjum bólki hoyri eg heima í og hvør elskar meg . Kann Facebook hjálpa okkum við teimum Vísindafólk eru samd um, at Facebook ger okkum keddari og meira ótrygg. Hvussu við Amazon Kunnu vit keypa okkum glað Aftur har er svarið nei, treytað av at vit hava alt tað grundleggjandi. Men Netflix Netflix man vera gott, ella hvussu Nei. Jú meira vit sita á afturpartinum og hyggja, tess minni glað verða vit, og fyrr doyggja vit. Harafturímóti hava vit brúk fyri tryggleikanum í tí menniskjaliga. Í at kenna samfelagið kring okkum. Í at vita, at vit hava nakað til felags við teimum, sum vit eru saman við. Og hendan tryggleikan kann tjóðskapur vera við til at geva okkum. Vit kunnu siga Vit eru føroyingar. Hetta er søgan hjá okkum. Vit tosa føroyskt, vit hava Merkið og vit taka okkum av hvør øðrum. Vit hjálpa hvør øðrum. Vit eru nakað serligt, og vit eru saman. Vit hava eitt ótal av dømum um, at fløgg og tjóðskapur verða misbrúkt. Men alt gott kann verða misbrúkt. Og fløgg kunnu eisini geva okkum tryggleika. Geva okkum ein leiklut í hesum altjóðagjørda heiminum, og nakað at halda fast í, tá vit kenna, at vit ikki longur grynna sjálvi. Men skulu vit kunna varðveita hesa kenslu av tryggleika av at vera føroyingar, krevur tað, at vit varðveita tað, ið ger Føroyar til eitt gott land at liva í. Tað krevur, at vit virða øll í samfelagnum hjá okkum, og hugsa um, at næstu ættarliðini eisini skulu kunna vera errin av at vera føroyingar. Tí tað at vera føroyingur broytist alla tíð. Úrslitið kann tí lættliga vera, at vit brúka nógva orku at klandrast og eru minni góð við hvørt annað. Æviga stríðið millum Klaksvík og Tórshavn. Niðurgerðandi viðmerkingar um námsfrøðingar og sjómenn. Samanbresturin millum akademikarar og tey, sum arbeiða við hondunum. Tað er troyttandi og høpisleyst við hesum æviga stríðnum, og ger at nógv melda seg úr almenna kjakinum. Samfelagið broytist samfeløg broytast alla tíð. Tað er bara soleiðis. Vit hava meira og meira brúk fyri útbúgving. Vit hava meira og meira brúk fyri fólki í tænastuvinnuni, og fyri fólki, sum hugsa nýtt. Vit duga betur og betur at gera tingini, vit effektivisera, so sjálvandi minkar talið á teimum, sum arbeiða í gomlu vinnunum, og nýggjar vinnur fáa rúmd, og fáa størri týdning. Tað nyttar einki at gráta um, hvussu hetta broytir tað at vera føroyingur, hvussu vit missa tað gamla, og tað hjálpir ikki at berjast móti tí nýggja. Avbjóðingin er ikki at reka tað nýggja burtur, men hvussu vit sameina tað gamla og tað nýggja. Hvussu vit varðveita tað, sum er vert at varðveita, og annars broyta og tillaga okkum, uttan at missa tryggleikan í tí at vera føroyingar, og enn hava eitt flagg at savnast um. Hetta ger seg serliga galdandi, tí at stríðið millum Klaksvík og Tórshavn, spurningurin um fækkandi størvini í summum vinnum, og enntá æviga málið um loysing ella samband hevur, tá saman um kemur, lítlan og ongan týdning. Vit standa yvirfyri so nógv størri avbjóðingum við veðurlagsbroytingunum. Ein hóttan, ið mótsett broytingum í vinnubygnaði og búsetingarmynstri veruliga kann gera enda á sjálvum tí at vera føroyingur. Tí hvat er Føroyar uttan livandi havið Hvat eru vit uttan náttúruna hjá okkum Klára vit okkum, um vetraródnirnar blíva harðari og harðari So langt aftur, sum vit síggja, hevur golfstreymurin ongantíð verið so veikur sum nú. Steðgar golfstreymurin, so missa vit ikki bara veðurlagið, vit hava á landi. Ein stór orsøk til, at Føroyar eru so sterkar, tá um ræður alivinnuna, er sjóvarhitin. Hann er júst, sum hann skal vera. Hvat hendir, tá hetta broytist Hvar fer fiskurin, sum fiskivinnan fiskar Fyri ikki at tosa um, hvat hendir í havinum, um golfstreymurin ikki longur gevur djúphøvunum ilt Eru vit føroyingar, um havið doyr Hetta er mest ræðandi avleiðingin, dálking kann hava fyri Føroyar. Men ikki tann einasta. Í Fraklandi eru 1 3 av øllum fuglum deyðir seinastu 15 árini, tí smákyktini, sum fuglarnir eta, eru burtur. Uppruna náttúran hvørvur, og eiturevnini úr landbúnaðinum taka sær av restini. CO2 útlátið er ikki bara ein trupulleiki í mun til hitan. Tað ger eisini høvini súrari, so lívið í havinum, sum er bygt á kálk, er um at upploysast lívið, sum er grundarlagið undir føðiketunum í havinum. Ikki bara tað. Gera vit ikki meira, so verða stór øki í heiminum so heit, at tað er ógjørligt at framleiða mat har og í fleiri londum hvørvur vatnið, so hvørt sum havið fløðir. Hundraðtals milliónir av fólki verða noydd at flyta, fyri ikki at doyggja í hungri og tosta og vit hava nýliga sæð avleiðingarnar av, at bara nakrar tíggjutals milliónir fólk flýggja. Veðurlagsbroytingar fara ikki at gera enda á mannaættini. Vit búgva ov nógva staðni, og klára ov væl at laga okkum eftir umstøðunum til, at tað er ein vandi í sjálvum sær. Men hungur. Kríggj. Sjúkur. Børn okkara fáa eitt munandi ótryggari lív, og tað mesta av tí, sum ger Føroyar serligar og ríkar hvørvur. Tað er ikki bara realistiskt, tað er sannlíkt, um vit ikki arbeiða munandi harðari og skjótari ímóti hesum, enn vit gera í løtuni. Politiska skipanin hjá okkum hevur gjørt onkur góð tiltøk, men alt, alt ov nógv orka fer til at klandrast um meiningsleys smáting alt meðan hóttanin, vit her standa yvirfyri, verður størri og størri. Men tað er ikki ov seint. Vit kunnu framvegis venda gongdini, og steðga ringastu avleiðingunum av veðurlagsbroytingum og mátunum vit sjálvi oyðileggja náttúru okkara. Enn kunnu vit tryggja, at eisini framtíðar ættarliðini hava nakað at savnast um, tá flaggdagur er, og at vit glað kunnu lena okkum afturá, at lurta eftir frálíku tónunum frá Havnar Hornorkestri. Vit venda ikki gongdini einsamøll, ikki sum einstaklingar men sum ein tjóð, sum eitt fólk, ið livur av, saman við og í javnvág við náttúruna, tí náttúran er grundarlagið undir allari okkara tilveru. Tað er ikki nóg mikið, at politiska skipanin skrivar undir symbolskar avtalur og fær okkurt hissini undantak her og har. Vit, føroyingar, vit sum tjóð skulu trýsta á, og stríðast fyri, at avtalurnar seta harðari krøv. At vit leggja størri orku í at verja náttúruna. Og prógva, at sjálvt eitt lítið og avbyrgt land sum okkara, ið er so bundið at tí, ið náttúran gevur okkum, sjálvt vit kunnu liva grønari. Seinastu verkætlanirnar hjá SEV eru við til at prógva, at vit kunnu gera ein mun, at vit kunnu vísa veg, um bert vit velja tað. Vit æra ikki Merkið við at bara stara okkum blind aftureftir og lovprísa tí, sum forfedrarnir hjá okkum gjørdu. Undanfarin ættarlið hava framt nógv avriksverk, men vit elska ikki Føroyar, við at tosa skaldaborið um tað, og reypa fyri ferðafólki. Vit elska Føroyar, vit æra bæði fedrarnar og Merkið við at tryggja og stríðast fyri, at komandi ættarliðini ikki bara hava eina framtíð, men hava eina góða framtíð. Vit elska Føroyar, um vit megna at geva tann arvin vit fingu frá forfedrunum eins góðan ella betur víðari til tey, sum eftir okkum koma. Tí fátt er so framúrskarðandi, sum at liva í Føroyum. Tað er aftur og aftur, um vit fara út, og hyggja at undirvøkru náttúru okkara, at vit bara kunnu gána. Buldrandi vetraródnirnar, kínandi summardagarnir, at koma uppum pollamjørkan og hyggja at oyggjunum hetta er eitt ótrúligt land at búgva í. Legg so afturat fólkini, at vit koma hvør øðrum við, og alla søguna, sum enn býr í okkum, eisini so hvørt sum vit mennast, og eg kann bara vóna, at míni børn eisin fáa møguleikan at síggja og uppliva tað eg upplivi og síggi. Vit kunnu gera meira enn vit halda. Føroyar, alt tað Merkið umboðar, hetta er vert at berjast fyri. Sjálvt um avbjóðingarnar eru so mikið stórar og ræðandi, at tað kann vera freistandi at ikki hugsa um tær, so er tað okkara skylda at verja og varðveita Føroyar. At geva Føroyum teirri somu trygdina, sum Føroyar geva okkum. Sýriski mannarættindafelagsskapurin, SOHR, upplýsir, at 26 hermenn hjá sýrisku stjórnini eru dripnir. Flestu teirra er iranar, tó eru fýra sýrar eisini dripnir. Ísraelski fjølmiðilini, Haaretz , skrivar, at miðlar hjá sýrisku uppreistrardeildunum leggja Ísrael undir at hava skipað fyri álopunum. Sýriska blaðið, Tishreen, endurgevur óváttaðar upplýsingar um, at rakettirnar eru skotnar frá eini herstøð í Jordan, sum USA og Bretland reka. SOHR skrivar, at amerikanski forsetin, Donald Trump, og ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, fáar tímar undan álopunum umrøddu iranska virksemið í økinum, sum elvir til ófrið. Í gjár segði ísraelski verjumálráðharrin, Avigdor Lieberman, at Ísrael uttan at ivast hevði brúkt stóra hermegi um nakar hevði lopið á landið. Vit hava ongar æltanir um at leypa á Russland og leggja okkum út í innanhýsis sýrisk viðurskifti. Men um nakar heldur, at tey kunnu skjóta rakettir ella leypa á Ísrael ella okkara flogfør, so svara vit aftur, og okkara svar verður ógvusligt, segði hann, sambært Haaretz. Á Twitter hava brúkara lagt filmsbrot frá álopinum. EB Streymur Skála B36 7 0 4 0 15 minuttir. 1 0 Margunn Lindholm 29 minuttir. 2 0 Lea Lisberg 34 minuttir. 3 0 Margunn Lindholm 44 minuttir. 4 0 Randi Fagradal 67 minuttir 5 0 Ansy Jakobsen 69 minuttir 6 0 Birna Mikkelsen 89 minuttir. 7 0 Margunn Lindholm Støðan 1.EB Streymur Skála 5 dystir 15 stig 2.HB 6 dystir 15 stig 3.KÍ 5 dystir 12 stig 4.ÍF Víkingur 6 dystir 6 stig 5.B68 6 dystir 1 stig 6.B36 6 dystir 1 stig BBC skrivar, at Macron og Rouhani tosaðu saman í meira enn ein tíma í gjár, men iranski forsetin gjørdi greitt, at avtalan ikki skal broytast. Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur fílst hvassliga á avtaluna, og samrøðan millum Frakland og Iran er íkomin eftir, at franski forsetin var á almennari vitjan í USA í síðstu viku, har kjarnorkuavtalan við Iran eisini varð umrødd. Frakland, Bretland og Týskland hava ta støðu, at avtalan er besta forðanin fyri, at Iran fær kjarnorkuvápn. Londini hava samstundis gjørt greitt, at nøkur viðurskifti, sum USA vísir á, eiga at verða umrødd av nýggjum. Emmanuel Macron segði við Hassan Rouhani, at tingingar eiga at verða um trý mál hvat skal henda í 2025, tá verandi avtala gongur út, leiklutin, sum Iran hevur í stríðum í Miðeystri og so landsins rakett vápnaætlan. Rouhani forseti segði við Macron, at Iran góðtekur ongar avmarkingar afturat teimum, sum eru í avtaluni , men legði afturat, at Iran vil styrkja sambandið við Frakland, og at landið er sinnað at samstarva á øllum økjum , skrivar BBC. Skiparin á skotska trolaranum Endeavour skal í Føroya rætt klokkan eitt í dag, tí skipið hevur roynt við tveimum trolposum á Uttara banka. Men av tí at hetta er fyrsta málið av hesum slagnum, síðani nýggja lógin kom, er neyðugt at fáa rættin at avgera, hvussu stór, bótin skal verða. Skiparin er í teirri støðu, at hann fekk loyvi longu 8. januar í ár frá myndugleikunum í Skotlandi at royna við tveimum trolposum undir Føroyum, hóast hetta er brot á treytirnar um fiskiskap hjá ES skipum í føroyskum sjógvi. Svenska trygdarløgreglan S po gjørdi saman við løgregluni átøk fleiri staðni í landinum í morgun, og teir tríggir persónarnir vórðu handtiknir í ávikavist norðursvøríki og í høvuðsstaðarøkinum. Per Lindqvist, ákæri, sigur við SVT, at løgreglan hevur havt persónarnar í kikaranum eina tíð, og hann leggur dent á, at í løtuni eru ábendingar ikki um, at álop skuldi gerast næstu dagarnar. Málið snýr seg um eitt ættarlið av tilflytarum úr Karibia, sum í árunum frá 1948 1971 vórðu bodnir til Bretlands at arbeiða. Hetta ættarliðið varð rópt Windrush ættarliðið uppkallað eftir skipunum, sum førdu tilflytararnar til Bretlands. Seinastu vikurnar hava fleiri søgur verið um, at eftirkomarar og arbeiðsfólk ikki fáa grundleggjandi rættindi, tí tey sambært myndugleikunum ikki kunnu skjalprógva, hví tey hava rætt til at uppihalda seg í landinum. Tað hevur lagt trýst á fleiri ráðharrar teirra millum Amber Rudd, sum hevur ilt við at greiða frá, hví tilflytararnir fáa slíka viðferð. Samstundis er komið undan kavi, at Amber Rudd hevði sum mál, at reka tilflytarar úr landinum uttan at hava boðað bretska parlamentinum frá tí. Í gjár gjørdist trýstið so mikið stórt, tí bretska blaðið The Guardian almannakunngjørdi eitt bræv, sum Amber Rudd í januar í fjør hevur sent Theresu May, har hon skrivar, at hon er farin undir stórsligið og gevandi mál um at senda fleiri tilflytarar heimaftur. Nýggi innanríkisráðharrin, Sajid Javid, hevur verið limur í bretska tjóðartingiunum síðani 2010. Hann var eisini ráðharri í stjórnini hjá David Cameron. Tað er jú ein skylda, tað almenna hevur, at veita tænastur, og tí eru vit grundleggjandi ímóti einskiljing. Somikið greiður er Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum, ið er fakfelagið hjá teimum flestu starvsfólkunum á almenna partafelagnum Posta. Tað sigur hann í kjalavørrinum av, at landsstýrismaðurin í vinnumálum, Poul Michelsen, herfyri sendi eitt lógaruppskot til hoyringar at einskilja Posta. Í samgonguskjalinum hava vit ein setning um at hyggja eftir teimum fyritøkunum, sum vit eiga og hyggja eftir, um tænasturnar liggja væl í almennum samanhangi, ella um tær kunnu einskiljast og kanska har gera tað betri, soleiðis at tað privata tekur sær av tí, sum tað almenna ger í dag, segði Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum í samband við einskiljingina av Posta. Hóast Posta hevur verið eitt alment partafelag síðan 2005 og hevur virkað undir lógini um partafeløg síðan tá, so hevur Starvsmannafelagið varðveitt sín leiklut sum fakfelag hjá flestu starvsfólkunum. Súni Selfoss sigur, at tey bera ótta fyri, at um Posta verður einskilt, so missur Starvsmannafelagið sínar limir á Posta. Sambært Súna Selfoss, vildi tað havt við sær, at starvsrættarligu viðurskiftini vildu versnað. Tað er einki at taka seg í, at tá ein stovnur er privatur, so eru starvsrættarligu viðurskiftini verri enn hjá einum alment settum, og tað er tað, sum vit fara at verja, sigur hann. Sáttmálin hjá Starvsmannafelagnum gongur út 1. januar, men Súni Selfoss sigur, at felagið framhaldandi fer at arbeiða fyri at verða sáttmálaparturin, hóast Posta skal einskiljast. Vit fara í øllum førum at royna at arbeiða fyri, at sáttmálin ikki verður verri, enn hann er í dag. Vit fara at royna at syrgja fyri, at vit framhaldandi eru sáttmálaparturin aftaná einskiljingina. Leingi hevur verið umrøtt, hvat Sjóvinnuhúsið skal brúkast til. Men í dag varð nógv umrøddi bygningurin tikin nýtslu, tá lesandi á sjúkrarøktarfrøðideildini høvdu sín fyrsta undirvísingartíma. Bæði May Britt Skoradal, námslektari, og Maria Daniela í Garði og Anna Sofía Hjalt Mohr, sum eru lesandi, fegnast um nýggju hølini. Tað sigur Jógvan Ósá, sum er uppvaksin í grannalagnum, nú Klaksvíkar kommuna er farin í holt við at gera eina býarlund mitt í býnum. Ein nógv størri partur av grótinum frá Sandoyartunlinum skuldi verið brúktur til at fylla út í Kirkjubø. Tað heldur Jóannes Patursson, bóndi. Nýtt lív skal nú blásast í gamla og fallkomna handilsbygningin á Mølini í Skálavík, og í summar letur fyrst ein kafe upp í gamla bygninginum, sum eftir ætlan skal gerast ein ferðavinnumiðdepil fyri Sandoynna. Flogskiparar vildu hava galdandi arbeiðsskipan broytta tað er, hvussu arbeiðsdagar, frídagar og frítíð verða løgd til rættis gjøgnum árið. Arbeiðaradagin 1. mai, sum er í dag, halda arbeiðarafeløgini frí frá samráðingum, og samráðingarnar verða tí tiknar uppaftur í morgin 2. mai tíðliga. Neyðugt verður helst at samráðast í nakrar dagar afturat, skiltist á báðum pørtum í gjár, tí enn eru lønarkrøvini ikki umrødd av álvara. Faklig og fíggjarlig atlit gera, at Humanistiska deildin á lærda háskúlanum í Keypmannahavn hevur gjørt nýggjar leiðreglur um vallærugreinar. Hann fer at biðja embætisfólk síni spyrja Humanistisku deildina, hvørjar avleiðingarnar verða av lágmarkinum 30 fólk til vallærugreinar. Annars skal hann sum ráðharri ikki avgera, hvørjar lærugreinar lærdu háskúlarnir í Danmark bjóða, sigur hann tað avgera skúlarnir sjávir. Ísraelski forsætisráðharrin Benjamin Netanyahu helt í gjárkvøldið sjónvarpsrøðu, har hann vísti fram tað, sum hann kallar loynilig kjarnorku skjøl , og sum hann segði prógva, at Iran í loyndum enn roynir at fáa kjarnorkuvápn. Netanyahu segði, at ísraelska fregnartænastan hevur fingið hendur á 55.000 síðum av tilfari, sum vísa, at Iran hevur logið fyri altjóða samfelagnum síðani avtalan um kjarnorkuvápn varð undirskrivað í 2015. Netanyahu tosaði enskt, tá hann úr verjumálaráðnum í Tel Aviv vísti skjøl, sum hann segði vóru nágreinilig avrit av loyniligum skjølum, ið ísraelska fregnartænastan hevur fingið hendur á úr Teheran. Hesi skjølini prógva til fulnar, at Iran leyg púra skammleyst, tá landið segði seg ongantíð hava havt eina kjarnorkuvápna ætlan, segði ísraelski forsætisráðharrin í røðu síni. Umleið 10 túsund fólk mótmæltu í Moskva, tí tey vilja hava frælsi á internetinum. Mótmælini vóru í fyrstu atløgu vend móti avgerðini hjá myndugleikunum um at stongja vælumtóktu appina til snarboð Telegram. Tað skrivar AP. Telegram hevur noktað trygdartænastuni, FSB, at fáa lykilin til bronglaðar upplýsingar. Fyri nøkrum vikum síðani avgjørdi ein dómstólur, at appin var í stríð við russiska lóggávu og tí skuldi stongjast. Undir mótmælistiltakinum vóru røddir frammi, sum kravdu, at Putin forseti skal leggja frá sær. Nøkur lýstu Putin sum ein tjóv, og onnur mæltu fólki til at bróta tøgnina. Avstralski kardinalurin, George Pell, sum eisini er fíggjarstjóri hjá pávanum, er í rættinum í dag í Melbourne í sambandi við tríggjar skuldsetingar um kynsligan ágang, tað upplýsir Belinda Wallington, dómari við rættin í Melbourne. Avstralska løgreglan hevur áður lýst skuldsetingarnar sum søgulig kynslig brotsverk , men hevur ikki almannakunngjørt smálutir í málinum. Sambært blaðnum, Sydney Morning Herald, er talan um meira enn eitt offur. Ágangur skal verða framdur við ein svimjihyl í 1970 árunum í býnum Ballarat, sum er 120 kilometrar í útnyrðing úr milliónabýnum Melbourne. 76 ára gamli fíggjarstjórin í Vatikaninum vísir øllum skuldsetingum aftur og sigur, at her er talan um gívrajagstran eftir sær. Hann noktar at siga meira, fyrr enn málið er avgjørt. Klaksvíkar kommuna fór undir verkætlan at gera lund á Akursmørk, uttan at taka fyrilit fyri, at fornminni eru har. Arbeiðið at grava út fyri lundini fór í gongd, og tá komu fornminni undan kavi. Kommunan hevur eitt arbeiðsskjal, sum er ein bóklingur um støð og bygningar, sum eru verd at varðveita í Klaksvík, sum er blivin brúkt fleiri ferðir í málsviðgerðum. Men hesa ferð hendi ein mistak, sigur Kristian Eli Zachariasen. Vit hava nokk ikki hugsað, at har hava fornminni verið. Tað er ein regulerur feilur frá okkara síðu, sigur Kristian Eli Zachariasen. Men tað er millum annað staðfest í Klaksvíkssøguni, sum Hans Andrias Sølvará skrivaði, at nógv forminni eru í Klaksvík eitt nú á Akursmørk. Á heimasíðuni hjá Tjóðsavninum ber til at síggja eitt vegleiðandi yvirlit yvir jarðfest fornminni í Føroyum. Eisini á hesum yvirliti sæst, at fornminni eru yviri á Grundum á Akursmørk. Kommunan samskiftir nú við Tjóðsavnið, um at staðfesta, hvat er hent, um talan er um stóran skaða, og hvussu tey nú kunnu koma víðari við verkætlanini. Átakið er farið í gongd á facebookbólkinum Tunlar norður um fjall nú , og tað er Hjalmar Zachariasen, sum er stigtakari. Í bólkinum eru fleiri enn 1.200 limir. Tað er órímuligt at halda, at kjakið um tunnlanar fer at halda fram. Nú vónar samgongan, at tey sleppa frá at hoyra frá okkum. Tí haldi eg, at tað er rættast bara at stovna ein flokk, Føroyaflokkin. Serliga er tað órættvísu spælireglurnar og raðfestinganar, sum tey minnu økini uttan fyri miðstaðin fáa, sum eg vil hava lýst , skrivar stigtakarin. Fútin er farin í rættin við einari fyritøku, sum Javnstøðunevndin meldaði fyri at søkja eftir einum manni at arbeiða í einari goymslu. Fyritøkan er meldað fyri at bróta javnstøðulógina, tí hon tvær ferðir í fjør á almennari heimasíðu søkti eftir manni, ikki eftir fólki, til goymsluna hjá sær. Hetta er so tungt arbeiði, at bara menn kunnu gera tað, søgdu bæði stjórin og nevndarforkvinnan í fyritøkuni í rættinum í dag. Arbeiðið er rætt og slætt ov tungt fyri kvinnur, søgdu tey. Tí varð søkt eftir manni. Runavíkar kommuna samtykti einmælt í gjárkvøldið at taka undir við málinum. Áðrenn endaliga loyvið verður givið, skulu grannarnir hoyrast í tríggjar vikur. Bygningurin, sum ætlanin er at byggja, verður í tveimum hæddum. Hann verður 67 metrar langur, 8,5 metrar breiður og 6 metrar høgur. Málið er viðgjørt í teknisku nevnd, og eftir nakrar broytingar og grannahoyring mælti tekniska nevnd til at taka undir við málinum. Byggi og býarskipanarnevndin tók undir við tilmælinum frá teknisku nevnd, og í gjárkvøldið samtykti so býráðið at taka undir við málinum. Benny við Sandá sigur, at so leingi sum endaliga byggiloyvið ikki er komið, ber ikki til at siga, nær arbeiðið byrjar, og nær íbúðirnar verða lidnar. Og til ber heldur ikki at siga nakað um, hvør prísurin verður fyri tær 18 íbúðirnar. Hann sigur seg rokna við, at øll viðurskifti eru fingin í rættlag fyrst í juni, og so skjótt sum tað er greitt, verður farið undir arbeiðið at byggja tær 18 íbúðirnar Úti á Fløtum á Skála. Altjóða arbeiðaradagurin hevur verið hildin síðani seinast í 19.øld. Í Føroyum halda nøkur verkamannafeløg dagin, millum annað Vestmanna Arbeiðarafelag og í Havn. Bæði í Havn og í Vestmanna skipa arbeiðarfeløgini fyri 1.maidagshaldi. Og enn er nógv at stríðast fyri, halda Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, og Páll Hellá, formaður í Vestmanna Arbeiðarafelag. Í síðstu viku fingu dagstovnar og dagrøktir um alt landið eitt skriv frá Mentamálaráðnum, har heitt verður á tey um at hjálpa børnunum at koma við uppskotum um sangir til Barnasangbók Føroya. 2018 er skýrt at vera Ár fyri málmenning hjá børnum , og tí er avgjørt, at nýføðingar skulu fáa eina sangbók við føroyskum sangum í vøggugávu frá landinum. Og tað eru listar við sangum til júst hesa barnasangbók, at stovnar og dagrøktir kring landið hava fingið hesa áheitan. Hjørdis Johansen er námsfrøðingur og hevur í nógv ár arbeitt við børnum og tónleiki. Hon gav eisini út bandið Hjørdis og genturnar fyri skjótt 30 árum síðani. Barnasangir eru ein mentanararvur. Ja, ofta snúgva teir seg um roykstovur, grúgvur og kærar, men tað er alt partur av okkara søgu. Og søguna læra børnini lættast ivð at syngja hana, sigur Hjørdis Johansen. Tað er ikki nógv, sum tú sjálv ella sjálvur kanst gera, um tú ert plágað ella plágaður av acne. Men er talan um ein veruligan trupulleika, so er neyðugt at fara til lækna og fáa sterkar salvur at smyrja á. Í teimum ringastu førunum ber til at fáa ávísing til húðlækna, sum so eisini kann seta persónin í Tað byrjar aloftast, tá tey ungu eru um 11 12 ára aldur, og so kann tað halda fram líka til tey eru umleið 30 ára gomul, sigur Amalia Danielsen. Eg vil ikki siga, at tað er ein stórur trupulleiki, men javnan hitti eg ung fólk, sum veruliga eru plágað av acne og hava tørv á læknaligari hjálp, staðfestir Amalia Danielsen. Ósunnir matvanar hava ikki nakran serliga stóran virkna, hóast fólk javnan vilja vera við, at húðin gerst verri, um tey eta ov nógv søtt, pitsa og kips. Heldur ikki solarium er ein varandi loysn, hóast tað kann hjálpa eina løtu í summum førum, vísir Amalia Danielsen á. Jana Jensen, nevndarlimur í felagnum Víkingaskipið, sigur, at áðrenn farast kann undir veruliga skipið, skal eitt modell byggjast. Jana Jensen vísir á, at um fólk hava hug at stuðla verkætlanini, so er møguleikin at seta seg í samband við hana um heimasíðuna hjá felagnum, ið kann røkkast á hesum leinki . Hundar, sum gera burtur av sær. Bilar, ið koyra ófantaligt. Og fólk, sum ikki virða friðin, sum eigur at vera á einum kirkjugarði. Hetta er nakað av tí, sum hevur ført við sær, at Tórshavnar Býráð nú arbeiðir við eini reglugerð, sum sigur, hvat tú kanst og hvat tú ikki kanst á kirkjugarðinum við Velbastaðvegin í Havn. Fólk, sum ganga á kirkjugarðinum, og gravararnir, hava víst á, at á kirkjugarðinum er ov nógv skilaleys bilkoyring, og tey, sum vitja gravirnar, siga, at har er ov ófriðarligt. Tað koma við jøvnum millumbili kærur, har fólk ikki fáa notið friðin og serligu løtuna, sum tað er at vitja tey, sum farin eru. Mann saknar hendan sóman, sum plagdi at vera í kirkjugarðinum, sigur Marin Katrina Frýdal. Nýggja reglugerðin, sum ikki er samtykt enn, sigur millum annað, at hundar sleppa ikki at ganga inni í kirkjugarðin, og harafturat skal friður vera áðrenn sólarris og eftir sólsetur. Harafturat eru tað bert avlamisbilar, sum sleppa at koyra í kirkjugarðinum. Heðin Zachariassen, borgarstjóri í Sunda kommunu, sigur, at líka mikið hvørja bygd í kommununi ferðafólk ynskja at vitja, so skulu tey kenna seg vælkomin. Hóast tað ikki eru neyv tøl fyri, hvussu nógv ferðafólk koma til Sunda kommunu um árið, so er tað ein sannroynd, at talið er høgt. Bara við Gjógv verður leysliga mett, at ferðafólkatalið er 30.000 vitjandi um árið. Tað kann kennast sum eitt ógvusligt inntriv í eitt so lítið økið. Tað er eisini ítøkiliga ætlanin hjá kommununi við nýggja ferðavinnupolitikkinum at skipa seg burturúr trupulleikanum. Tað, at tú hevur upplýsing, skelting, gøtur, parkeringsviðurskifti og annað, ætla vit eisini at skipa í samstarvi við tey lokalu á staðnum, sigur Heðin Zachariasen. Sunda kommuna hevur tó ongar ætlanir um at gerast ein størri partur av ferðavinnuni enn at skipa karmarnar. Um fólk á staðnum vilja vinna pening av ferðavinnuni, so eiga tey at taka stig til tað sjálv. Vit ætla okkum ikki inn í vinnuna at vera vinnurekandi. Tað, meta vit, skal liggja hjá teimum lokalu. Tað verði seg einstaklingum ella fyritøkum, tí tað er soleiðis, at vit síggja, at ferðavinnan í okkara øki kemur at mennast. Kommunan fer at vera ein samansjóvandi partur í øllum arbeiðinum, sigur Heðin Zachariasen. Nýggi ferðavinnupolitikkurin er samtyktur við støði í myndini, sum hon sær út í dag. Lagt er upp til, at politikkurin verður eftirmettur regluliga. Hvør er altjóða arbeiðaradagurin, nær og hvar kom hann, hvussu verður hann hildin og er framvegis tørvur á einum altjóða arbeiðaradegi. Tað viðgera vit saman við Helga Eidesgaard, søgufrøðingi, sum hevur viðgjørt arbeiðarasøguna. Vit hava eisini ringt til Ingeborg Vinther, sum stjórnaði Føroya Arbeiðarafelag í samfull 31 ár. Hon heldur 1. maidagsrøðuna á Tvøroyri í dag, og vit spyrja hana millum annað, hvat arbeiðararørslan hevur at stríðast fyri í dag. Nógvar føroyingar fylkjast til arbeiðaradag í Fælledparken í dag, har 1. mai er ein sannur veitsludagur við reyðum fløggum, røðum og øli. Vit hitta føroyingar á ferð. Og so spæla vit onkrar arbeiðarasangir fyri at koma í rætta hýrin. Kommunulæknafelag Føroya hevur seinnapartin viðgjørt seinasta uppskot frá FMR dagfest 30.apríl 2018 og kann als ikki góðtaka uppskotið. Kommunulæknarnir mugu tíverri staðfesta , at vilji ikki enn er til at bøta um sáttmálaviðurskiftini og harvið at fáa fleiri fastar kommunulæknar í starv og á tann hátt betra kvalitetin í arbeiði okkara. Sáttmálin, vit hava viðgjørt seinastu nógvu mánaðarnar, er gamal frá 2008 2010 og treingir til ábøtur. Eitt av uppskotum hjá FMR er til dømis at niðurleggja eina læknavakt í miðøkinum og harvið gera viðurskiftini hjá borgaranum verri. Tað kann als ikki góðtakast. Tað, vit higartil hava sæð er í ov stóran mun manglandi vilji og eitt ynski um at pressa citrónina enn meira . Tað góðtaka vit ikki. Kommunulæknafelag Føroya harmast um støðuna, men kennir seg kroyst til at lýsa til verkfall frá hósmorgni 3. Mei kl 8.00 fyri økið, ið er umfatað av sáttmálaumráðið okkara. Gamli sáttmálin gongur út í morgin, mikudagin 2. mai, og longu nú hevur Kommunulæknafelagið boðað frá verkfalli hósmorgunin klokkan 8. Allir kommunulæknarnir hava fingið nóg mikið, og vit vilja hava viðurskiftini hjá kommunulæknunum upp á pláss við veruligum samráðingum, sigur Marjus Dam, formaður í Kommunulæknafelag Føroya. Felagið sigur, at sáttmálauppskotið frá Fíggjarmálaráðnum als ikki kann góðtakast. Felagið sendi út tíðindaskriv 1. mai í samband við lýsta verkfallið, har stóð millum annað Kommunulæknafelag Føroya hevur seinnapartin viðgjørt seinasta uppskot frá FMR dagfest 30. apríl 2018 og kann als ikki góðtaka uppskotið. Kommunulæknarnir mugu tíverri staðfesta , at vilji ikki enn er til at bøta um sáttmálaviðurskiftini og harvið at fáa fleiri fastar kommunulæknar í starv og á tann hátt betra kvalitetin í arbeiði okkara. Sáttmálin, vit hava viðgjørt seinastu nógvu mánaðarnar, er gamal frá 2008 2010 og treingir til ábøtur. Eitt av uppskotum hjá FMR er til dømis at niðurleggja eina læknavakt í miðøkinum og harvið gera viðurskiftini hjá borgaranum verri. Tað kann als ikki góðtakast. Tað, vit higartil hava sæð, er í ov stóran mun manglandi vilji og eitt ynski um at pressa citrónina enn meira . Tað góðtaka vit ikki. Kommunulæknafelag Føroya harmast um støðuna, men kennir seg kroyst til at lýsa til verkfall frá hósmorgni 3. Mei kl 8.00 fyri økið, ið er umfatað av sáttmálaumráðið okkara. Talan er um kommunulæknaarbeiði í dagtíð og úrtíð. Homeland eitur sjónvarpsrøð, sum hevur milliónir av hyggjarum kring knøttin. Ein av høvuðsleikarunum í sendirøðini eitur Mandy Patinkin. Klaksvíkar kommuna og býráðið áttu at vita, at fornminni eru Yviri á Grundum á Vágsbøi í Klaksvík, tí í 2015 samtykti býráðið at brúka eitt yvirlit yvir jarðfest fornminni í Klaksvík, tá útbyggingar skulu gerast. Tað sigur Jógvan Ravnsfjall, savnsvørður á Norðoya Fornminnissavni, sum eisini heldur, at kommunan sum heild vísir fornminnum ov lítlan ans. Í morgin letur Føroyamálsdeildin talgild søvn upp, og harvið fær almenningurin atgongd til gamlar ljóðupptøkur umframt orðaseðlar, sum eru grundarlag undir føroysku orðabókunum. Heilsutrygd hevur í dag biðið Kommunulæknafelagið um, at nakrir læknar verða undantiknir verkfallinum, men enn er svar ikki komið. Vit hava spurt Egil á Bø, stjóra í Heilsutrygd, hvat borgarar skulu gera, sum verða sjúkir ella hava tørv á heilivági eftir klokkan 8 hósmorgunin, tá kommunulæknaviðtalurnar lata aftur. Esben Lunde Larsen, umhvørvis og matvørumálaráðharri, verður sitandi í fólkatinginum hetta valskeiðið, men hann stillar ikki uppaftur. Politiskir eygleiðarar á Christiansborg vænta, at Lars Løkke Rasmussen fer at nýta høvi at gera fleiri broytingar í stjórnini, og at talan kann verða um at umskipa fýra ella fimm ráðharrasessir. Teir hava tí síðani í 1994 havt ta serskipan, at fangarnir úr Grønlandi kunnu fáa grønlendskan mat, tí óvist er, hvussu leingi teir skula verða í Danmark. Hagapartarnir í Mykinesi og heimasíðan hiking.fo hava gjørt avtalu um summarið 2018, frá nú í mai til og við august. Hiking.fo skal hava vaktarhald í Mykinesi, so lundin í oynni fær frið. Vilja ferðafólk fara í hagan aðrar tíðir, krevst loyvi í hvørjum einstøkum føri. Møguligt loyvi fæst við at venda sær til hagastýrisformennirnar. Vaksin gjalda 100 krónur fyri at sleppa í hagan og út í Hólmin, børn millum 7 og 14 ár rinda 50 krónur, og tey, sum eru yngri enn 7 ár, sleppa ókeypis. Henrik Old sigur eisini, at ein skjóttgangandi bátur úr glastrevjum er trupul at fáa til Føroya, tí hann fær ikki neyðuga góðkenning her. Undantøkini eru neyðug fyri at tilbúgvingarætlanin hjá tí almenna kann setast í verk, men seinast, vit frættu, hevði einki undantak fingið. Marjus Dam, formaður í Kommunulæknafelagnum, segði fyrr í morgun, at felagið hevði fingið eitt ynski um at helvtin av læknunum enn skulu vera til arbeiðis, og at læknavaktin skuldi koyra óbroytt. Tað metir felagið tó ikki vera relevant, sigur Marjus Dam og leggur afturat, at felagið móttók eisini eitt ynski seint í gjár, sum felagið fer at viðgera í næstum. Egil á Bø, stjóri í Heilsutrygd, sigur, at í hesi seinnu umsóknini um undantøk hava tey biðið um at fáa ein lækna á vakt í vaktarlæknaskipanini, umframt at hava koyrilæknar í læknadømunum kring landið. Talan er um eina skipan, sum líkist henni, sum longu er galdandi um vikuskifti, men við eitt sindur betri manning, sigur Egil á Bø. Heilsutrygd hevur biðið um at fáa læknarnar, sum skulu koyra út til fólk, um eisini at arbeiða á vakttelefonini 1870, tá teir ikki koyra. Heilsutrygd fer á fund klokkan 10 at viðgera støðuna, men Egil á Bø vónar at fáa svar frá Kommmunulæknafelagnum um umbønina um undantøk sum skjótast. Men á teirra sáttmálaøki var ein avtala, sum varð gjørd fyri nøkrum árum síðani, tað var í 2014, um undantøk, so lív og heilsa ikki skuldu koma í vanda hjá fólki undir verkfalli. Partarnir togaðust um, hvørji undantøk skuldu gevast og hvussu mong, og Fíggjarmálaráðið bað tí Fasta Gerðarættin viðgera stríðið um undantøkini sum skundmál. Í sínum úrskurði segði Gerðarrætturin millum annað, at Føroya Pedagogfelag átti tí í samband við, at tey lýstu herda verkfallið, ítøkiliga at havt viðgjørt tørvin á undantøkum. Somuleiðis skuldi greitt verið fráboðað Fíggjarmálaráðnum, hvørji undantøk fóru at verða givin, so at Almannaverkið kundi fyrihalda seg til støðuna og leggja arbeiði til rættis undir arbeiðssteðginum. Fráboðaða verkfallið uttan ítøkiliga mett og greitt fráboðað undantøk er tísskil óheimilað. Lógin um seming er ikki galdandi fyri kommunulæknar í Danmark, og stórur partur av teirra sáttmála er galdandi fyri okkum, sigur Marjus Dam, formaður. Terje Sigurðsson, semingsmaður, sum er staddur í Grønlandi, sigur í telefonboðum, at tað er ivasamt, hvørja heimild Semingsstovnurin hevur á kommunulæknaøkinum. Men Fasti Gerðarrættur hevur heimild til at tulka heimildirnar hjá Semingsstovninum. Tó krevst, at onkur leggur málið fyri gerðarrættin til støðutakan, sigur hann. Fyri at virða tey, ið lótu lív og avvarðandi teirra, eru tey ungu a oynni í filminum hugskapt. Drápsmaðurin verður oingantíð nevndur við navbi. Barbara Apol, altjóða skrivari í landsnevndini hjá Sosialistikum ungum, hevur vitjað á Utøya tvær ferðir, og hon fer aftur í summar. Tað vóru nøkur foreldur, ættað úr Dali, sum hildu, at tað hevði verið stuttligt, um børn, við tilknýti til bygdina, kundu verið saman í eina viku við bygdini sum snúningsdepli. Umframt undirvísingina, so er endamálið at savna børn saman, ið eru ættað úr bygdini og á tann hátt skapa eitt sosialt samband og góð vinarbond teirra millum, sigur Jónleif Johannesen, stigtakarari og lærari. Tróndur Vatnhamar og Sigfríður Clementsen, viðmerkjari, taka um endan á 7. og 8. umfari og hyggja eisini at 9. umfari ið verður leikt komandi vikuskifti. Jakob Ellemann Jensen verður nýggjur umhvørvis og matvørumálaráðharri eftir Esben Lunde Larsen, sum hevur lagt frá sær sum ráðharri. Eva Kjær Hansen úr Vinstra verður nýggjur fiskimálaráðharri og ráðharri í norðurlendskum málum. Hon tekur við eftir Karen Ellemann, sum fer úr stjórnini, men ætlanin er, at Karen Ellemann skal verða nýggj forkvinna fyri fólkatingsmanningina hjá Vinstra. Eva Kjær Hansen hevur verið ráðharri fyrr í hesum valskeiðnum, men hon noyddist at leggja frá sær eftir eitt stríð við konservativa flokkin um broytingar í búnaðarlógini. Tommy Ahlers er íverkseti og nýggjur í politiskum høpi, men tá Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, kunngjørdi nýggju ráðharrarnar fyrrapartin, upplýsti hann, at Tommy Ahlers fer at stilla upp fyri Vinstraflokkin á næsta fólkatingsvali. Endamálið við kunngerðini er at tryggja neyvari reglur og eina gjøgnumskygda skipan fyri tann partin av stuðlinum, sum Visit Faroe Islands ikki stýrir beinleiðis, sigur Vinnumálaráðið. Sambært uppskotinum um kunngerðina, skal P f Visit Faroe Islands hvørt ár gera eina ætlan um ferðavinnumenning, sum landsstýrismaðurin í vinnumálum skal góðkenna. Vilja ferðafólk fara í hagan aðrar tíðir, krevst loyvi í hvørjum einstøkum føri. Møguligt loyvi fæst við at venda sær til hagastýrisformennirnar. Vaksin gjalda 100 krónur fyri at sleppa í hagan og út í Hólmin, børn millum 7 og 14 ár rinda 50 krónur, og tey, sum eru yngri enn 7 ár, sleppa ókeypis. Hóast Læknafelagið ikki heldur, at tey eru fevnd av lógini um semingsstovnin, so hevur lønardeildin í Figgjarmálaráðnum vent sær til semingsstovnin, fyri at fáa hann at fáa greiðu á málinum. Uppsagnartíðin er nú í minsta lagi ein mánaður, sama um leigað verður frá tí almenna, sum oftast Bústøðum, ella frá vinnuligum útleigara. Í lógaruppskotinum, sum kom úr Almannamálaráðnum, var uppsagnartíðin hjá teimum, sum leiga frá tí almenna, broytt til tveir mánaðir. Funnist hevur verið at henni, tí hon hevði ábyrgdina fyri trygdini, tá fleiri belgisk yvirgangsfólk framdu atsóknir í Paris og Brússel í 2015. Politico hevur tosað við ónevndar keldur í Evropa og innanfyri Europol, sum stúra fyri hennara førleikum og møguleikum at samskipa altjóða stríðið móti yvirgangi, sum saman við altjóða brotsverkum í løtuni er hægsta mál hjá Europol. Sagt verður millum annað um De Bolle, at hon tolir ikki kritik, og tá tað miseydnaðist henni at samskipa belgisku løgregluna, hvussu megnar hon so tað fyri alt Evropa, sigur ónevndur trygdargreinari við Politico. De Bolle vísir hesum aftur og sigur, at tað eru eisini aðrir løgreglumyndugleikar í Evropa eitt nú í Týsklandi, Fraklandi og Bretlandi, sum heldur ikki hava megnað at niðurberja yvirgang. Hvassar atfinningar hava verið móti belgisku løgregluni millum annað fyri útlitalítið samstarv og vantandi gjøgnumskygni í sambandi við myndugleikar í øðrum londum. Í nýggja starvi sínum hevur De Bolle ábyrgdina fyri sambandið hjá Europol við løgregluna í teimum 27 limalondunum og við fregnartænastur kring allan heimin. Eins og í øðrum londum fer Reyði Krossur Føroya nú eisini at sóknast eftir fólki, ið ynskja at luttaka í hjálpararbeiði hjá Reyða Krossi úti í heimi. Øll við viðkomandi útbúgving og drúgvum starvsroyndum á einum øki, ið Reyði Krossur virkar fyri, eru vælkomin at senda umsókn til redcross redcross.fo. Eitt krav er eisini, at unsøkjarin skal vera stinnur í enska málinum. Føroyska U19 kvinnulandsliðið í flogbólti hevur seinastu dagarnar luttikið í EM kapping, sum varð hildin í Liktinstein. Føroyar gjørdist nummar tvey í kappingini. Sára hevur havt eina sera góða kapping og hevur verið viðvirkandi til, at Føroyar kláraðu at vinna seg fram 2. plássið í kappingini. Hetta er fyrstu ferð, at A landsliðið við kvinnum hevur verið við í EM undankapping. Í fjørsummar vunnu Føroyar EM undanundankappingina, og vunnu føroysku kvinnurnar sær møguleika at kappast við nøkrum av bestu liðunum í verðini. Til hesa undankapping eru Føroyar í bólki við Svøríki, Serbia og Makedonia. Føroysku kvinnurnar hava higartil tapt allar dystir í undankappingini. Nú eru tveir dystir eftir í EM undankappingini. Fyrri dysturin er 30. mai á heimavølli móti Serbia, og seinni dysturin er 3. juni á útivølli móti Svøríki. Vivian Petersen, Selfoss Ragnhild á Heygum, VÍF Margit W. Frímundsdóttir, Neistin Pernille Brandenburg, Vestsyssel Ninna Johansen, Aalborg HK Siw Matras, TMS Ringsted Bjarta O. Johansen, Kyndil Marianna G. Eystberg, Kyndil Bára K. Hansen, Kyndil Súna K. Hansen, Kyndil Turið Arge Samuelsen, Kyndil Liljan Djurhuus, VÍF Durita Christophersen Jojic, VÍF Randi Virgarsdóttir, VÍF Agnas Olsen, VÍF Daniella Joensen, Neistin Eir Berg, Neistin Tóra Eliassen, Stjørnan Jansy Jacobsen, Stjørnan Sonja Sirdal, Stjørnan Maria Halsdóttir Weyhe, H71 Vár H. Thomsen, H71 Durita Toftum Joensen, H71 Fyrr í dag gjørdist greitt, at Fíggjarmálaráðið og Kommunulæknafelagið eru rúkandi ósamd um, hvørjar heimildir Semingsstovnurin hevur á sáttmálaøkinum hjá kommunulæknunum. Sambært almenna orðaskiftinum hildu tey flestu, at niðurstøðan hjá Umboðsmanninum, hin 10.desember í 2014, var klokkuklár tað ber ikki til at flyta eitt veiðiloyvi av línuskipi yvir á eitt uppsjóvarskip. Kortini hendi tað ikki bara einaferð, men tríggjar ferðir. Fyrst á sumri í 2016 og síðani aftur móti sumri í 2017 vórðu veiðiloyvi flutt av línuskipum yvir á uppsjóvarskip. Hevði landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum handlað í stríð við niðurstøðuna hjá Umboðsmanninum frá desember 2014 Og hevði landsstýrismaðurin givið løgtinginum skeivar ella villleiðandi upplýsingar um hesi viðurskifti Radarin hesaferð snýr seg um flyting av veiðiloyvum og hvussu Fiskimálaráðið valdi at brúka niðurstøðuna hjá Umboðsmanninum frá 2014. Sendingin tekur støði í tí, sum er komið fram í samband við kanningararbeiðið hjá kanningarstjóranum, herundir skrivligt tilfar og avhoyringar av leiðandi fólki í Fiskimálaráðnum. Eisini tosa vit við Sólju í Ólavstovu, Umboðsmann. Tað sigur Marjus Dam, formaður í Kommunulæknafelagnum, sum meginpartin av seinnapartinum hevur tingast við løgfrøðing um, hvat nú skal gerast. Og nú hava tey gjørt uppskot um, at verkfallið verður útsett, meðan gerðarrætturin viðger heimildirnar hjá Semingsstovninum, men so skal Fíggjarmálaráðið eisini taka aftur sítt krav um at útseta verkfallið eina heila viku. Lønin hjá kommunulæknum er sett saman av grundgjaldi, sum er góðar 21.200 krónur um mánaðin. Omaná tað kemur eitt basisgjald, sum er 214 krónur um árið fyri hvønn borgara, sum er tilmeldaður viðtaluna. Eru til dømis 1.500 borgarar í eini viðtalu, gevur tað kommunulæknanum 321.000 krónur um árið í basisgjaldi. Og sum tað fjórða fær kommunulæknin samsýning fyri aðrar tænastur, eitt nú, tá løgreglan hevur tørv á tænastum, tá fólk skulu hava bláubók ella líknandi. 13 kommunulæknar í føstum starvi alt árið í fjør fingu tilsamans 23,3 milliónir krónur í løn frá Heilsutrygd. Tað eru 1,8 millión krónur í part í meðal. Emma er hálvt ár og stríðist við at læra at venda sær, Eyð er 19 ár og gongur í miðnámsskúla, og Elin er fylt 32 og er flutt í nýggja íbúð. Tær tríggjar hava tað í felag, at tær eru føddar við Downs Syndromi. Í grannalondunum verða næstan eingi børn fødd við Downs syndromi longur. Men í Føroyum verður enn í miðal eitt barn við Downs føtt um árið, og seinasta árið eru heili fimm Downs børn komin afturat í Føroyum. Dagmar Joensen Næs og Jónfinn Stenberg gjørdu sendingina. Tað, sum var heilt serligt fyri danska guðfrøðingin og heimsspekingin Søren Kierkegaard var spurningurin Hvat er menniskjað Ólavur Rasmussen, prestur, hevur skrivað bók um hann og eksistensialismuna og prátað verður um slíkar spurningar í hesi sendingini. Demokratarnir vilja millum annað lækka inntøkuskattin og partafelagsskattin og leggja niður nevndina, sum ger uppskot um stjórnarskipan. Randi Vestergaard Evaldsen sigur tó, at flokkur hennara vil gjarna arbeiða saman við øllum flokkum um nýggja fiskivinnulóg, sum byggir á umstøðurnar í Grønlandi. Í dag fáa vit eitt sindur størri innlit í leikstjóran og nú høvundan, Eyðun Johannesen, ið rundaði tey áttati leygardagin 28. apríl. Jógvan Isaksen ummælir bók Eyðunar, Míni Leikapetti, sum Sprotin gevur út. Rithøvundurin Jóanes Nielsen sigur frá sínum samstarvi við Eyðun Johannesen, tá teir gjørdu tríggjar pallsetingar í felag. Durita Sumberg Poulsen, dramatikari, kemur í útvarpsstovuna at ummæla filmin eftir Teit Árnason Dahl, Zakaris. Bergur Djurhuus Hansen, bókmentafrøðingur, viðger nýggja yrkingasavnið eftir Onnu Maluna Jógvansdóttir Og so fara vita eisini at tosa eitt sindur fótbólt og samleika, nú B36 arin Jákup Mørk hevur givið bók út um sítt barndómsfelag. Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, sendi mánadagin danska útbúgvingar og ganskingarmálaráðharranum áheitan um at fáa lærugreinina føroyskt aftur á skránna hjá lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Nýggjar leiðreglur hjá Humanistisku deildini gera, at føroyskt er ikki vallærugrein í heyst. Undirtøkan er ov lítil hon skal vera í minsta lagi 30 lesandi. Síðani 2014 hava í miðal fimm fólk um árið lisið føroyskt, segði Søren Pind, táverandi ráðharri , herfyri. Sambært Mentamálaráðnum í Føroyum hevur talið verið millum 6 og 19 seinastu árini. Hetta eru fólk úr nógvum londum. Sambært Mentamálaráðnum hevur onkur teirra valt sær Danmark sum lestrarland við tí einu grundgeving, at har bar eisini til at lesa føroyskt. Tað harmar meg almikið, at universitetið í Keypmannahavn, sum einasta universitetið uttan fyri Føroyar hevur bjóðað føroyskt sum lærugrein, nú sparir hetta tilboðið burtur, sigur Rigmor Dam. Men samstundis síggja vit, at aðrar lærugreinir á Humanistiska fakultetinum í Keypmannahavn ikki verða niðurlagdar, hóast næmingatalið er minni enn 30, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna. Hon heitir staðiliga á ráðharran um at tryggja lærugreinina føroyskt og veita henni tær sersømdir, sum eru neyðugar, fyri at undirvísingin kann halda fram. Men samráðingarnar um nýggjan sáttmála eru enn, og tí varð sáttmálin fyrst longdur 48 tímar, og nú er hann aftur longdur hesa ferð 24 tímar. Í fleiri túsund ár hevur kumpasnálin peikað móti einum øki í norður Kanada, har tann magnetiski norðpólurin hevur verið staðsettur. Síðan 2000 hevur magnetiski norðpólurin havt beina kós móti Sibiria. Størri mynd, trýst HER Mynd ESA, Grafik, Petra Eliasdóttir Mikkelsen Síðan man fór undir at eygleiða magnetiska norðpólin í um miðjuna á 1800talinum, hevur hann flutt seg í miðal 10 kilometrar um árið. Men í 1990 kom ferð á. Síðan 2002 hevur hann flutt seg 50 60 kilometrar um árið, og í dag er magnetiski norðpólurin nakrar fáar hundrað kilometrar frá tí geografiska norðpólinum. Lurta eftir samrøðuni, har Nils Olsen greiðir frá um tann magnetiska norðpólin, og um tað skjótt fer at henda ein sokallað pól snaran. Tjóðsavnið steðgaði mánadagin arbeiðnum við at grava býarlundina á Akursmørk, tí Klaksvíkar kommuna við útgrevstrinum fyri lundini, hevur gjørt seg inn á kanska elstu búsetingina í Klaksvík, segði stjórin á Tjóðsavninum, Herleif Hammer, við útvarpið mánadagin. Umboð fyri Tjóðsavnið eru á staðnum, meðan grivið verður, og tað verður grivið uppaftur, sum varð lagt í aftur holið, sigur Kristian Eli Zachariassen, formaður í býarskipanarnevndi í Klaksvíkar Kommunu. Teir komandi dagarnar verður tað ikki arbeitt, red. við fullari ferð, tí nú skal man líka taka tað róligt akkurát í hasum økinum, sum man er, so man ikki ger størri skaða, og tað er sjálvsagt í samráð við Tjóðsavnið, sigur Kristian Eli Zachariasen. Ætlanin var, at sjálvur grevsturin í økinum skuldi verður liðugur hálvan juni, men arbeiðið verður helst seinkað einar tvær vikur. Vit hava lagt dent á at fáa tað føroyska landsslagið at koma til sín rætt. So vit fara at planta føroyskar blómur, sum eru í haganum, og kanska trø, sum eru sermerkt fyri Føroyar í lundini, segði Kristian Eli Zacharisen um býarlundina, sum skal vera á Akursmørk í Klaksvík. Fyri 40 árum síðan fekk Hansina bjóðað arbeiðið í Keypsamtøkuni í Fuglafirði. Ikki hugsaði hon tá, at hetta fór at verða hennara lívsstarv. Nógv er broytt seinastu 40 árini, sigur Hansina. Eitt nú var bert ein frystiskur, har allur matur, sum skuldi kølast, fór í. Í dag eru einar 14 boksir í hanslinum. Talan er um 654.000 krónur til íløgur og slakar 600.000 krónur til rakstur. Eins og í høvuðsstaðnum eru fleiri børn enn væntað í Klaksvík. Í januar játtaði býráðið hálva millión til at umvæla kjallaran í spælistovuni á Brekku til barnaansing. Umvælingin kostar góða 1,1 millión krónur, og skuldi stovnurin eftir ætlan lata upp aftur 1. mai. Ein stova við tíggju vøggustovuplássum verður á Brekku. Hetta er staðið, har kommunan kann veita barnaansing, tá bráðfeingis tørvur er á henni. Í løtuni eru fleiri børn á bíðilista, og kommunan hevur javnan samband við foreldrini. Nøkur foreldur vilja tó bíða til august, tá børnini fáa varandi pláss. Tey vilja ikki, at børnini byrja eitt stað fyri síðani at verða flutt seinni. Nakað bendir tó á, at kommunan longu í heyst noyðist lata hølini á Brekku uppaftur og tá við einari stovu afturat. Hetta tí at barnafamiljur hava boðað frá, at tær flyta til Klaksvíkar í summar, og tá verður møguliga aftur ansingartrot. Kommunulæknafelagið og Fíggjarmálaráðið gjørdu í gjárskvøldið bráðfeingissemju um at fáa Semingsstovnin at taka avgerðina um at útseta verkfallið aftur og at leggja ivamálið um heimildina hjá Semingsstovninum fyri Fasta Gerðarrættin. Partarnir skriva áheitanina nú og fara seinni í dag at heita á Gerðarrættin um at viðgera málið sum skundmál. Úrskurðurin kann fáa avleiðingar fyri aðrar partar á arbeiðsmarknaðinum enn kommunnulæknarnar. Gerðarrætturin skal hava frið at brúka sína løgfrøðiligu vágskál, men tað eru ikki teir stríðandi partarnir, sum skulu vigast. Tað er sjálvur Semingsstovnurin, sum skal upp á vágskálina, tí hvørjar heimildir hevur hann í veruleikanum Tað veit eingin, hvørki Fíggjarmálaráðið, sum bað Semingsstovnin um at koma upp í trætuna. Eiheldur Semingsstovnurin sjálvur, sum gamaní útsetti ætlaða verkfallið hjá kommunulæknunum, men samstundis segði, at tað helst var skilagott at fáa Gerðarrættin at meta um heimildina. Og hóast kommunulæknafelagið beinanvegin segði seg ikki viðurkenna, at Semingsstovnalógin rakk inn á kommunulæknaøkið, ja, so viðurkennir eisini kommunulæknafelagið, at rættarstøðan treingist til eina neyva viging á vágskálini hjá Gerðarrættinum Vit halda tað, at tað er rímiligt og skilagott, at lógargrundarlagið er upp á pláss, áðrenn teir koma inn í málið og útseta eitt verkfall í sjey dagar, sigur Marjus Dam, formaður í Kommunulæknafelagum Tí gjørdu partarnir í gjárkvøldi eina bráfeingissemju um í skundi at fáa Gerðarrættin at greina spælireglurnar, og samtundis verður verkfals stoppurið sett á null. Tað vil siga, at hvørki verkfall ella útseting av verkfallið kann verða kunngjørt, fyrr enn úrskurðurin hjá Gerðarrættinum fyriliggur. Um Kommunulæknafelag Føroya fær viðhald, so kemur verkfallið í gildi 48 tímar eftir úrskurðin, og um Fíggjarmálaráðið fær viðhald, verður verkfallið útsett í sjey dagar, sigur Christian Andreasen, løgfrøðingur hjá Kommunulæknafelagnum. Kommunulæknar verða løntir við samsýning alt eftir, hvør tænasta verður veitt. Kommunulæknar hava eisini egin starvsfólk, og tí hava kommunulæknar, sambært Christian Andreasen, øll eyðkenni fyri at vera privatir vinnurekandi. Tí metir Christian Andreasen ikki, at Semingsstovnurin, sum hevur til uppgávu at regulera tann vanliga arbeiðsmarknaðin millum arbeiðsgevara og løntakarar, hevur heimildir á sáttmálaøkinum hjá Kommunulæknunum. Kommunulæknafelag Føroya hevur ikki verið partur av lógini um seming og hevur heldur ikki verið partur av at velja Gerðarrættin. Kommunulæknafelagið hevur verið uttan fyri skipanina fyrr, og tað er ókent fyri okkum, at man nú skal vera partur av einum kollektivum arbeiðsmarknaði, sigur Christian Andreasen, sum metir at avgerðin hjá Gerðarrætinum hevur týdning fyri aðrar partar á arbeiðsmarknaðinum, sum eisini eru at rokna sum privat vinnurekandi tað er til dømis tannlæknar og fysioterapeutar. Í semjuni millum Kommunulæknafelagið og Fíggjarmálaráðið stendur, at tey fyrireika málið alt fyri eitt, so ein niðurstøða kann fáast frá Gerðarrættinum innan fáar dagar. Vit eru sera spentir uppá legendskvøldið, sum verður hildið í badmintonhøllini í Klaksvík nú leygarkvøldið, sigur annar av stigtakarunum, Jógvan Andrias Joensen. Ein av bólkunum, sum luttekur hetta kvøldið er Atlantis, sum virkaði sum húsaorkestur í biografsalinum Atlantis í Klaksvík. Hesir vóru teir fyrstu sum settu streym til popptónleikin í Klaksvík. Eftir Atlantis kom so bólkurin Birds. Morgunsendingin er í Klaksvík og tosar við limir í Atlantis og Birds og eisini við Jógvan Andrias Joensen, sum er við at fyrireika konsertina leygarkvøldið. Í nógv ár var Nordafar í Føroyingahavnini inntøkugrundarlagið hjá nógvum føroyingum. Eingin hevur tó verið fast á staðnum seinastu 30 árini ella so. Tað sæst aftur, tí staðið er í ógvuliga ringum standi, sigur Erland Viberg Joensen, savnsvørður á Tjóðsavni Føroya. Tað var ein bólkur frá Tjóðsavninum og Landsverk í Grønlandi í fjør og kannaði umstøðurnar á Nordafar støðini. Hóast høvuðstilmæli er, at standurin er so mikið vánaligur, at støðin skal takast niður, so mæla teir eisini til, at partar verða varðveittir, tí Føroyingahavnin hevur stóran søguligan týdning fyri føroyingar, og tað skulu vit eisini kunna vísa á, sigur Erland Viberg Joensen. Løgmaður, Aksel V. Johannesen, sigur, at fleiri føroysk landsstýri undan honum hava tosað um at rudda upp eftir okkum í Føroyingahavnini. Nú var eitt beinleiðis ynski frá grønlendsku myndugleikunum um at fara undir arbeiði, og tað varð eftirlíkað. Avlamispensjónistar fáa ikki bilin við sær fyri hálvan prís, tá tey sigla við strandfaraskipunum, hóast tey annars ferðast fyri hálvan prís. Tey noyðast at rinda fullan prís fyri bilin. Hetta er løgið, tí nógvir avlamispensjónistar kunnu ikki ferðast uttan bil, sigur Heðin Mortensen, løgtingsmaður, sum hevur spurt Henrik Old, landsstýrismann, um avslátturin hjá Strandfaraskipum landsins. Landsstýrismaðurin svarar, at avsláttarskipanir eru til akfør styttri enn fimm metrar, um fólk hava mánaðarkort, virðiskort ella vanga bílegging í bókingarskipanini á Gomlurætt. Annars er eingin avsláttur fyri bilar. Hvørki Henrik Old ella Strandfaraskip landsins duga at siga, hví avlamispensjónistar ikki fáa avsláttur fyri bilin, tí tey fáa 50 avsláttur fyri ferðaseðilin. Tá tosað verður um ungdómssendingar, er tað ógjørligt ikki at nevna SKAM, sum skjótt gjørdist eitt ungdómsfenomen, ið tók verðina á bóli. Fleiri eru tey nokk eisini, sum høvdu væntað og vónað, at Blank fortaldi meira um lívið hjá Nooru, Evu ella Vilde eftir miðnám. Men soleiðis er ikki. 19 ára gamla Ella býr saman við vinkonu sínu, Susanne, í Oslo í Norra. Tær eru lidnar við miðnámsskúlan, og nú tekur Ella eitt ár, har hon arbeiðir og roynir at gerast klókari upp á, hvat hon skal við sínum lívi. Eins og við SKAM verða smá brot løgd út á heimasíðuna , sum so verða samlað til eina longri sending eina ferð um vikuna. Harafturat hava allir leikarar í Blank egnan vanga á sosiala miðlinum Instagram. Har kunnu brúkarar fylgja teimum ymsu persónunum í sendingini og fáa innlit í lív teirra eisini tað, sum ikki verður víst í filmsbrotunum. Í 2012 gjørdu tey í 4.flokki í Tórshavnar Kommunuskúla eitt yrkingasavn, sum kallaðist Solosólin. Oddfríður Marni Rasmussen er rithøvundur og var lærari hjá teimum. Vit hoyra kendar røddir úr KVF lesa yrkingar úr savninum. Eisini fara nøkur av teimum, sum hava yrkt at greiða frá. Nógva miðlaumrøðan hevur rikið næstan øll viðskiftafólk og veitarar hjá fyritøkuni burtur. Avgerð er tí tikin um, at tað ikki er gjørligt at halda fram at reka fyritøkuna, skrivar Cambridge Analytica í eini fráboðan. Cambridge Analytica og Facebook hava verið fyri stórum atfinningum eftir at tað herfyri kom fram, at Cambridge Analytica hevði fingið atgongd til persónsdátur frá tilsamans 87 milliónum Facebook brúkarum. Eisini er Cambridge Analytica lagt undir at hava brúkt persónsdáturnar til at fáa Donald Trump valdan til forseta í USA. Hesum hevur felagið víst aftur. Hóast Cambridge Analytica gevst, so hava oddafólkini í felagnum ikki heilt mist mótið. Tey hava nevniliga stovnað eina nýggja fyritøku undir einum øðrum navni. Nýggja fyritøkan eitur Emerdata og er heimahoyrandi í Bretlandi. Tað var einmælt samtykt á Fólkatingið í morgun, tá forkvinnan Pia Kjærsgaard seði frá, at Sjúrður Skaale bað um farloyvi og mælti til, at Bjarni Hammer kom í hansara stað. Frammanfyri Bjarna Hammer eru, umframt Sjúrð Skaale, øll landsstýrisfólkini hjá Javnaðarflokkinum og løgmaður. Eingin teirra fær tikið sætið á Fólkatingið, og tí verður tað Bjarni Hammer, ið skal loysa av. Tað hevur verið fingið nógva umrøðu í vikuni, at Klaksvíkar Kommuna setti grabban í eina ætlan at gera eina lund í miðbýinum í Klaksvík. Øði kom í grindina, tí aldargomul fornminni eru á staðinum, har grivið er. Hvat eru tað so fyri fornminni, sum fjala seg undir moldini , spyrja vit Hans Andrias Sølvará, søgufrøðing. Hvat hevur fornfrøðiligt virði, hvat er friðað, og hvat eigur at verða friðað. Tað tosað vit við Helga Michelsen, fornfrøðing, um. Magnetiski norðpólurin flytir seg. Geomagnetiskar mátingar, har tann eina mátistøðin stendur her í Føroyum, vísa, at okkurt løgið er áfatt við tí magnetiska norðpólinum. Hvat er tað, sum hendir, spyrja vit professara í sendingini. Hósdagsgesturin er millum annað kendur sum helvtin av Pipar og Salt. Jákup Veyhe kemur á gátt fyrst í seinna tímanum. Og vit enda hendan hósdagin við at tosa um Føroyingahavnina í Grønlandi. Hvat var Nordafar, hvønn týdning hevði Føroyingahavnin, hvussu er støðan í dag, og hvør skal rudda upp eftir føroyingum í Grønlandi. Sangirnir, ið verða spældir, eru Brimið Elinborg Never Gonna Stop Me Noe Chaparro feat. Tóra Hansen Kiwato Joanita Zachariassen An Echo Frostfelt Tak mítt hjarta Eyðun Jacobsen Allir bygningarnir í Føroyingahavnini eiga at verða tiknir niður, og tilfarið brent á staðnum, tí lítið og einki er varðveitingarvert. Kommunulæknar í føstum starvi hava ov nógvar sjúklingar, og tí velja fleiri heldur at arbeiða sum vikarar, sigur Guðrun Zachariasen, kommunulækna avloysari í Havn. Vit fara nú ein túr á sjógvin við einum serligum bátaslagi, tí í gjár vórðu nýggju segljollurnar hjá Tórshavnar Bátafelagi flotaðar. Caroline Hjelt og Aino Jawo eru nøvn, flestu okkara ikki bera kenslu við. Men talan er um tónleikarar, hvørs sangir eru stroymdir fleiri hundrað milliónir ferðir. Fótbóltsfelagið B36 hevur verið í stórari menning seinastu 20 árini. Nú er bók komin út um tíðarskeiðið, 1997 til 2017, í felagnum, har upp og niðurtúrar verða lýstir. Men samráðingarnar um nýggjan sáttmála eru enn, og tí varð sáttmálin fyrst longdur 48 tímar, síðani 24 tímar, og nú er hann aftur longdur 24 tímar. Tá ið Klaksvíkar Kommuna fór undir at grava út fyri eini býarlund mitt í Klaksvík, kom øði í grindina. Gjørt varð vart við, at fyri langari tíð síðani, vórðu staðfest gomul fornminni undir moldini, og fornminnismynduleikin steðgaði arbeiðinum. Partarnir komu til eina semju, og arbeiðið kundi halda fram. Tað vita vit heilt einfalt ikki. Tað kann verða ein víkingatoft, men tað kann eisini verða okkurt annað, sigur Hans Andrias, søgufrøðingur. Hann hevur skrivað bókina, Klakvíkar Søga. Tá ið arbeiðsmenn í 1957 í samband við vegagerð skuldu grava eina nýggja veit til Ósanna, komu teir á lagdar steinar og steinsetingar, sum lógu knappan metur undir moldini, greiðir hann frá. Søguligar og munnligarkeldur vilja verða við, at elsta búseting í Klakvík er í Vági, sum er mitt í býnum í dag. Um tað er rætt, so eru bústaðarleivdirnar, sum eru skrásettar í Yviri á Grundum á Vágsbøi, rættiliga gamlar. Fornfrøðisligur útgrevstur av víkingatoftum í Borðoyavík, fyrst í sjeytiárunum, vísir, at har er talan um sera gamla búseting. Har var millum annað funnin ein perla, ið er tíðarfest til ár 800 900. Um fólk eisini tá hava búð í Vági, so er talan um aldargamla búseting. Lurta eftir samrøðuni, har hann greiðir frá, hvat man veit um út frá fornfrøðisligum , munnligum og skrivligum keldum, hvar tey fyrst fólkini í Bø hava búð. Fyrrverandi elektrikarin legði handverksarbeiði á hillina fyri fleiri enn tjúgu árum síðan, og hevur síðani givið eina langa røð av vælfagnaðum útgávum út. Í kvøld, fríggjakvøldið, verður verður dupultkonsert í Reinsarínum við Matt the Electrician og føroyska útisetanum, Mariu Guttesen. Eg kenni meg næstan altíð vælkomnan umborð, men jú, tað kemur fyri, at onkur manning ikki ynskir, at eg skipi fyri einum møti ella leggi kristiligt tilfar eftir mær umborð. Soleiðis sigur Torleif Johannesen. Í útvið 30 ár hevur hann arbeitt sum sjómanstrúboðari. Eitt starv, sum hann ikki beinleiðis sjálvur hevur valt. Eg veit ikki, hvussu nógv eg havi valt hetta arbeiðið, tí eg føli, at eg eri í tí arbeiðinum, sum Gud vil, eg skal vera í, sigur Torleif Johannesen og leggur afturat Eg kenni meg kallaðan til starvið av Gudi og av menniskjum, sum hava kallað meg konkret inn í hesa tænastu, sigur Torleif Johannesen. Soleiðis lýsir Elin Vatnhamar Olsen 32 ára gamla beiggja sín, Magnus, sum hevur Down s syndrom. Sum vit sóu í sendingini Tey serligu børnini er tað nakað serligt at fáa eitt barn við Down s, men hvussu er at vera systkin hjá einum, ið hevur Down syndrom. Tað hava verið støður, har eg bleiv varug við, at hann ikki var sum hini. Til dømis legði eg til merkis, at hann sang øðrvísi enn hini, tá vit vóru til kór. Fóru vit í BR, hugdu børnini nógv eftir honum og so framvegis. Serliga børn hugdu, tí hann sá jú øðrvísi út, sjálvt um eg ikki dugdi ordiliga at síggja tað, sigur Elin Vit hava altíð fylgst. Í skúlanum, til skótar og til kór og so framvegis. Ótilvitað havi eg sikkurt verið ein systur, sum hevur vart hann eitt sindur. Sjálvandi hava tað verið støður, har eitt nú lærarin bað meg hjálpa við at fáa hann upp úr svimjihylinum ella okkurt líknandi, men eg hugsaði ikki nakað keðiligt um tað, Tá mann er so fittur og gott fólk, sum han er, so slepst ikki undan, at hann hevur fingið uppmerksemi. Tað hevur tó ikki merkt, at vit systkini ikki hava fingið uppmerksemi orsakað av honum, fortelur Elin Vatnhamar Olsen. Hvør var Beinta Christina Broberg. Eftirtíðin kallar hana Illa Beinta , men var hon nú tað Foreldrini vóru Peder Sørensen Broberg og mamman Birgitte Jensdatter Bøgvad. Hon var borin í heim í Havn um 1668 Hon var gift tríggjar ferðir. Við Jónasi, presti og síðani Niels Gregersen Aagard og at enda Peder Ditlevsen Arabo, sum eisini vóru prestar. Í dag verður hildið at Beinta hevur verið heiðurlig og reiðulig, hevur havt dirvi at funnist at órættvísini, men hevur havt ilt við at fóta sær í einum heimi, har kvinnan ofta hevur verið við skerdan lut. Eg royni at gera skemt við einum góðum hjarta, sigur Jákup Veyhe millum annað í hesi samrøðuni, har vit tosa um mangt og hvat, nú Pipar og Salt hava havt útvið 30 framsýningar fyri 10.000 fólkum í Føroyum. KFUK skótarnir í Danmark vóru stovnaðir í mai 1919, sum ungdómsarbeiði hjá KFUK. Henriettu dámdi so væl skótalívið at hon helt at føroyskar gentur skuldu hava gleði av hesum og 9. mai 1928 var dreymurin til veruleika, tá 28 gentir góðu skótalyftið á samkomu í KFUK. Gudmund Mortensen er útbúgvin orgulspælari og hevur starvast í Danmark sum orgulspælari fulla tíð. Fyri 10 árum síðani flutti hann til Føroya, her hann fekk starv í Tórshavnar Musikkskúla sum lærari í orgulspæli og sum fastur organistur í Havnar Kirkju. Arbeiðsplássið er Havnar Kirkja burturav, ella Dómkirkjan. har hann er settur sum orgulspælari og eisini undirvísir í orgulspæli. Hoyr Gudmund greiða frá, hvussu hansara arbeiðslív hongur saman og ikki minst um, hvørjar tankar. hann ger sær um uppgávuna sum orgulspælari, tí uppgávurnar eru mangar og ymiskar Fyri stuttari tíð síðani byrjaði MBM nýggja lýsingarherferð við herrópinum Úr føroysku náttúruni . Vikuskiftissendingin gjørdi av at finna útav, hví fyritøkan lýsir á henda hátt, tá ið mjólkineytini í Føroyum ganga í føroysku náttúruni bert fáar vikur um árið og helvtin av fóðrinum er innflutt kraftfóður. Vit eru á gátt hjá MBM, har vit tosa við Valborg Laksafoss, sølu og marknaðarleiðara hjá MBM, umframt Siggert Patursson, formann í Bóndafelagnum og Rannvá Ragnarsdóttir, brúkaraumboð Játtanin hjá Landsverki til asfalt er sera lítil, og tí noyðist stovnurin at raðfesta vegir við nógvari ferðslu, framum vegir við lítið av ferðslu, sigur Bogi Haraldson, rakstrarleiðari fyri infrakervi hjá Landsverki. Í ár verður byrjað við fiskikapping klokkan átta leygarmorgun, og klokkan tíggju fara tey at borðreiða við smakkiroyndum av ymsum slagi. Ternarn fór á beding 3. apríl, og ætlanin var, at Ternan skuldi fara aftur í sigling 18. apríl, men nú er greitt, at Ternan ikki verður klár fyrr enn 11. mai, sæst á heimasíðuni hjá Strandferðsluni. Sostatt fer Sildberin at halda fram at røkja Nólsoyarleiðina og Súlan heldur fram á Skúvoyarleiðini. Sam fer at sigla farmatúrar týsdagar og hósdagar. Í avtaluni stendur millum annað, at arbeiðið við grundlóg skal halda fram í hesum valskeiðnum, og flokkarnir kunnu frítt velja, hvønn tey vilja hava í nevndir, stendur í samgonguskjalinum, sambært KNR. Í sama viðfangi kunnu pensjónistar sleppa at arbeiða uttan at lønin skal mótroknast í pensjónini. Og inntøkan hjá hjúnarfelaga ella sambúgva skal ikki longur mótroknast. Hetta verður eisini sett í verk í 2019. Semja er um, at grønlendska vallógin skal broytast, fyri at tryggja rættvísari umboðan. Hetta kann snúgva seg um at býta landið í valdømi. Í samgonguskjalinum er hetta málið ikki útgreinað. Viðvíkjandi fiskivinnuni, so er ógreitt, um nýggja samgongan fer at arbeiða víðari við uppskotinum um nýggja fiskivinnulóggávu, sum varð løgd fram og var til fyrstu viðgerð í landstinginum í vár, ella um alt arbeiðið skal gerast av nýggjum, skrivar grønlendska kringvarpið, KNR. 42 prosent av gistingunum vóru hjá ferðafólki úr Føroyum, 29 prosent úr Danmark, 25 prosent úr øðrum europeiskum londum og tey síðstu 4 prosentini uttan fyri Europa, skrivar Hagstovan. Umhvørisvika er í Tórshavnar kommunu, og í hesum sambandi bjóðar kommunan í dag sínum borgarum ein plantupakka í part. Veljast kann millum átta ymiskar pakkar, sum hava ymisk sløg av runnum og trøum, eitt blóðdroparunnur. Í plantupakkanum hjá Tórshavnar kommunu verður blóðdroparunnur fuchsi magellanica millum annað lýstur at vera harðførur, kravlítil til jørðildi, tolir væl skugga. Hann hevur stórar reyðar og bláar blómur frá ólavsøkuleitinum og alt heystið, hannn er skjótvaksandi, og tolir væl tilskering. Heilsutrygd vildi hava kommunulæknarnar at geva undantak, til millum annað 1870 og til 11 kommunulæknar. Tað sæst í innlitið, Kringvarpið hevur fingið. Heilsutrygd skrivar til kommunulæknafelagið Heilsutrygd fer tí at biðja um undantak til at ein kommunulækni virkar sum vanligt í hvørjum kommunulæknadømi í Føroyum. Tó meta vit tørvin størri í Suðurstreymoyar kommunulæknadømi, har vit biðja um undantak til at tríggir kommunulæknar virka sum vanligt. Samlaði tørvurin er sostatt 11 kommunulæknar. Umframt hetta biðja vit um undantak til at kommunulæknavaktin, bæði visitatiónsvakt 1870 og koyrivakt virka sum vanligt. Í svari frá kommunulæknafelagnum til Heilsutrygd, sigur Kommunulæknafelagið, at Kommunulæknarnir er samdir um, at vit hóast verkfall mugu taka okkum av okkara sjúklingum. Og tað vilja vit gera, uttan sáttmála. Eisini skrivar felagið Undir einum møguligum verkfalli meta vit dagliga um støðuna, og hvussu vit leggja arbeiði tilrættis komandi døgn. Sáttmálin fór millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini fór úr gildi 1.mai, men partarnir hava enn einaferð longt sáttmálan, hesaferð til mánakvøldið á miðnátt. At gera reglur fyri, hvussu fólk skulu nýta kirkjugarðar, er heilt burturvið, siga tey í panelinum, til spurning frá lurtara, sum spurdi um teirra hugsan. Tað er ikki í lagi, at frágreiðingar um møguleikar eftir loknan fólkaskúla, ikki eisini í eins stóran mun umfata handaligar útbúgvingar, sum tær akademisku, og vikarar í fólkaskúlanum kunnu gott finna uppá okkurt annað enn at tendra ein film. Soleiðis sigur panelið um spurningarnar hesaferð. Brimil setti fast á Smaragd klokkan 20.45, og klokkan 22 kom Brimil á Klaksvík við Smaragd, skrivar Vørn. Safir og Smaragd vóru á veg til fiskiskap. Og boð vóru eisini eftir Brimli fyrranáttina. Norðingur hevði trupulleikar við maskinuni, tá teir vóru á veg inn av svartkjaftafeltinum. Brimil sleipaði Norðing inn á Kollafjørð. Við einum fyribilsloyvi hevur Røkt havt tað, sum eftir er av føroysku sílastammuni, gangandi í niðaru byrgingini í Heygadali í Vestmanna. Myndugleikarnir hava í fleiri umførum longt aliloyvið hjá Røkt, men nú er ein endalig loysn í trimum stigum funnin Røkt fær eitt tíðaravmarkað aliloyvi til árslok 2020 at hava 3000 lívsíl gangandi í nótum í byrgingini í Heygadali Røkt fær loyvi at slakta 130.000 síl, sum í løtuni ganga í nótum í Heygadali og selja tey til matna Í seinasta lagi 1. januar 2021 skal Røkt hava flutt tey 3000 lívsílini úr byrgingini í eina lívfiskastøð, sum felagið hevur fingið tilsøgn um lívfiskaloyvi til í Heygadali, sæst í tíðindaskrivi frá Uttanríkis og Vinnumálaráðnum. Ritan fer at sigla allan dagin, og tað verður skipað soleiðis, at øll, ið ynskja at koma til og av oynni henda dagin, sleppa tað, sigur Útoyggjafelagið. Húsaófriður hevur verið, og í miðbýnum í Havn skallaði ein ungur maður unnustu síni í høvdið. Kvinnan ringdi til løgregluna og bað um hjálp. Løgreglan fekk ikki fatur á manninum, men tað ger hon helst í dag. Heilsutrygd hevur aftur heitt á Kommunulæknafelagið um at siga, hvør skipanin verður, um kommunulæknarnir fara í verkfall. Men Kommunulæknafelagið vil framvegis ikki siga Heilsutrygd, hvør skipanin verður. Tað vísur innlit, sum Kringvarpið hevur fingið. Í telduposti frá Egili á Bø, stjóra í Heilsutrygd, til Kommunulæknafelagið og heitir á Kommunuklknafelagið at siga, hvussu kommunulæknaskipanin skal virka í einum møguligum verkfalli. Í teldupostinum skrivar stjórin á Heilsutrygd Sum vit fyrr hava boðað frá, so kann Heilsutrygd ikki liva í óvissuni um, hvussu skipanin fer at virka í einum møguligum verkfalli. Serliga tá tit, sambært tykkum sjálvum, hava eina skipan klára, meta vit tað púra órímiligt, at tit ikki vilja boða Heilsutrygd frá beinanvegin, hvussu tit ætla at skipanin skal virka. Heilsutrygd kann ikki góðtaka at bíða við hesum til 24 tímar áðrenn eitt møguligt verkfall. Talan er um kommunulæknaskipanina, sum er ein týdningarmikil skipan fyri landið og borgararnar í hesum landinum. Tað er tí ikki í lagi, at tit á henda hátt, hava eina skipan, sum tit ætla skal vera galdandi í einum møguligum verkfalli, men velja at halda hana dulda fyri bæði myndugleikum og borgarum. Men Kommunulæknafelagið vil ikki vika seg. Í svari frá Marjusi Dam, formanni í Kommunulækafelagnum, stendur millum annað Vit halda ikki, at vit hava skyldu at upplýsa HT um nakað, ið vit ikki hava nakra avtalu um, nógvar dagar ella møguliga vikur, undan einum verkfalli. Eisini vísur Kommunulæknafelagið á, at tey hava kunnað borgararnar um at tey undir einum verkfalli hava eina skipan, ið tryggjar bráfeingisstøður. Felagið sigur eisini í svarinum Vit gera ongan sáttmála um arbeiði undir einum verkfalli. Vit eru júst í verkfalli, tí vit vilja hava ein sáttmála, ið ger at vit kunnu arbeiða. At gera ein sáttmála um hvussu vit arbeiða undir einum verkfalli gevur als onga meining og vil gera tað fullkomuliga meiningsleyst at fara í verkfall. Fyrsta stóra ferðamannaskpið kom til Íslands í hesi vikuni við 2.800 ferðafólkum umborð. Og mett verður, at í ár koma umleið 150 túsund ferðafólk til landið við ferðamannaskipi, ella umleið 6 prosent av teimum 2,4 miljónum ferðafólkunum, sum koma í ár. Og tað er ov nógv, sigur Doug Lansky, ferðavinnuráðgevi, við íslendska kringvaprið, RUV. Trupulleikin er, at ferðamannaskip økja trýstið á ferðamál. Ferðafólkini fara í stórum bólkum til kend støð, sum Selfoss og í Bláa Lónið. Og tá sleppa onnur ferðafólk ikki framat. Ferðfólk, sum gista og brúka nógvar pengar í Íslnadi, sleppa ikki framat fyri gestum frá ferðamannaskipum. Tit eiga heldur at raðfesta bestu viðskiftafólkini, eins og tað verður gjørt í øðrum vinnugreinum, sigur ferðavinnuráðgevin. Tað merkist væl, tá stór ferðamannaskip koma til smá býarsamfeløg. Skipini er stór, og túsundtals ferðafólk koma í land. Hesi fólkini eru sum vampýrar, tey súgva blóð og mentan á merkisstøðum, tey brúka næstan ongar pengar, og fara so víðari til næsta mál, sigur Doug Lansky, ferðavinnuráðgevi, við íslendska kringvarpið. Norðurkoreiski uttanríkisráðharrin sigur, sambært BBC, at USA við vilja øsir Norðurkorea við at tosa um, at revsitiltøkini ikki verða strikað fyrr enn Norðurkorea gevst við kjarnorkuroyndum sínum. Hetta verður fyrsti fundur nakrantíð millum hesi bæði londini. Kim Jong un var sostatt fyrsti norðurkoreiski leiðarin, sum hevur verið í Suðurkorea síðani Koreakríggið endaði í 1953. Leiðararnir í Norður og Suðurkorea samdust á fundi í Suðurkorea í síðsta mánaði um, at Norðurkorea skal fara undir kjarnokuravdubbing. Norðurkorea sigur, sambært almennu norðurkoreisku tíðindastovuni, KCNA, at Washington villeiðir almennu hugsanina við at siga, at kjarnorkuavdubbingin er úrslit av, at USA setti í verk revsitiltøk og legði annað trýst á Norðurkorea. Norðurkoreiska tíðindastovan leggur aftrat, at USA hevur eisini gjørt góða stemningin verri aftur við at senda amerikanskar herdeildir til Suðurkorea. USA øsir við vilja Norðurkorea, júst nú friður og semja aftur kunnu fara at valda á koreisku hálvoynni eftir søguliga norður suðurfundin og Pan munjom samtyktina, sigur KCNA. Hetta kann bara takast sum vandamikið tekin um, at USA roynir at forkoma tilgongdini, sum arbeitt hevur verið hart fyri, og at rulla alt aftur til byrjanina. Tað fer ikki at bøta um støðuna, at USA mistulkar viljan hjá Norðurkorea at fáa frið í lag sum tekin um veikleika, og at tað bøtur heldur ikki um støðuna, at USA heldur fram við at leggja trýst á og hótta við hernaðarligum atgerðum, sigur KCNA. Donald Trump hevur sagt, at revsitiltøkini og annað trýst móti Norðurkorea heldur fram, og at harða tilgongdini hjá sær hevur hjálpt til at lætta um stemningin, skrivar BBC. BBC skrivar, at Dhanu Bhuiyan og vinmenn hansara eru skuldsettir fyri at hava sett eld á 16 ára gomlu gentuna, hendingin fór fram í Jhark hand fríggjadagin. Eldur varð settur á gentuna sum hevnd fyri, at foreldur hennara høvdu meldað hópneyðtøkuna til elstaráðið í bygdini, sigur løgreglan. Elstaráðið avgjørdi, at revsingin skuldi verða, at tveir av teimum skuldsettu skuldu gera 100 arm kreppingar og rinda slakar 5.000 krónur í bót. Menninir vóru so ónøgdir við revsingina, at tey bukaðu foreldrini hjá gentuni og settu eld á gentuna, sigur Ashok Ram, leiðari á lokalu politistøðini í Jarkhand, við AFP tíðindastovuna. Á nýdagførda styrkilistanum hjá altjóða talvsamgonguni, FIDE, stendur Helgi nummar 90 í heiminum við styrkitalinum 2664, skrivar Talvsamband Føroya. Í kviktalvi hevur telvari stytri umhugsunartíð enn í vanligum talvi. Í Føroyum verða kappingarnar í Grand prix røðini avgreiddar sum kvikkappingar, og her hevur Helgi verið einaráðandi. Kviktalv og snartalv er júst mín stílur, sigur stórmeistarin í talvi, Helgi Dam Ziska. Hoyr samrøðu. HB AB 5 0 0 0 71 minuttir. 1 0 Adrian Justinussen 75 minuttir 2 0 Jónas Stenberg sjálvmál 85 minuttir 3 0 Adrian Justinussen 88 minuttir 4 0 Jógvan Rói Davidsen 90 minuttir 5 0 Sørin Samuelsen sjálvmál Vertur eru Ólafur Ragnar Grímsson, formaður í Arctic Circle og fyrrverandi forseti Íslands, og Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis og vinnumálum. Høvuðsevnini á ráðstevnuni eru Vinnuligar vakstrarmøguleikar, Samferðslu og infrakervi, demografiskar avbjóðingar fyri londini í Arktis. Millum røðararnar eru Sigurður Ingi Jóhannsson, íslendskur samferðslumálaráðharri, og fyrrverandi forsætisráðharri Íslands, Gao Feng, arktiskur sendiharri hjá Kina Anne Marie Coninsx, sendikvinna hjá ES fyri Arktis og Anders Samuelsen, danskur uttanríkisráðharri. Prísurin fyri aldan laks er hækkaður higartil í ár. Men rakstrarúrslitið hjá Bakkafrosti var minni í fyrsta ársfjórðingi í ár enn í fjør. Tað var 268 milliónir krónur í ár og 335 milliónir krónur í fjør. Tøkan fyrsta ársfjórðing var 12.200 tons, sum er nakað minni enn sama ársfjórðing í fjør, tá tøkan var 13.200 tons. Bakkafrost hevur ikki somu avtalur um lidnar vørur sum í fjør. Bakkafrost hevur gjørt avtalu um at selja 13 prosent av lidnum vørum av væntaðu tøkuni í ár. Sáttmálastøðan er nærum óbroytt í fyrsta ársfjórðingi 2018. Bakkafrost ætlar at taka 51.000 tons av laksi í kruvdari vekt í ár. Nýggja framleiðslan av laksamjøli og laksalýsi á Havsbrún byrjar eftir ætlan nú í øðrum ársfjórðingi. Full framleiðsla verður væntandi í seinna hálvári 2018. Hendan framleiðslan fer at virðisøkja slógv og avskurð frá kryvji og góðskingarvirkinum á Glyvrum. Nettoskuldin hjá Bakkafrosti var 102 milliónir krónur, tá fyrsti ársfjórðingur í ár endaði. Hon var 258 milliónir krónur við ársenda 2017. Bakkafrost gjørdi í januar í ár avtalu við Nordea um at endurfíggja 850 milliónir krónur í bankaláninum og 500 milliónir krónur í virðisbrævaláninum, sum vórðu afturgoldin hálvan februar í ár, við einum nýggjum fimm ára láni, sum er 200 milliónir evrur. Nýggja lánsavtalan kann økjast 200 milliónum evrum í hesum fimm ára skeiðinum. 200 milliónir evrur eru sløk hálv onnur milliard krónur. Klokkan 10 fyrrapartin byrja samráðingarnar á privata arbeiðsmarknaðinum aftur millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og arbeiðarafeløgini. Sáttmálin millum partarnar var úti 1.mai, men er longdur fleiri ferðir síðan tá. Fríggjadagin longdu partarnir sáttmálan til á miðnátt í kvøld. Ella er 19 ár, og er hetta fyrsta árið eftir miðnámsskúla í Oslo saman við vinkonuni Susanne og unnustanum Mats. Sendingin verður send hvørt mánakvøld eftir 3 2, tað vil siga klokkan 19.50, og verður at síggja á heimasíðuni hjá KVF. Javni hevði aðalfund um vikuskiftið, og í yvirlýsing sigur felagið, at Aðalfundurin hjá Javna átalar tað árin, ið verkfallið hjá Føroya Pedagogfelag hevði á bústaðarviðurskiftini hjá limum í Javna, og heitir á avvarandi partar um at skipa greiðar karmar um vardar bústaðir, sum forða fyri, at slíkt hendir aftur. Forðast má fyri ótryggleika í egnum heimi. Hoyr samrøðu við Fíu Petersen, leiðara í Javna. Sunnudagin verður fyrsta sending í Meg minnist við tí 97 ára gamla Jóhannes Andreas Næs úr Nesi í Hvalba. Hann fer at siga frá býlinginum Nesi við frásagnum um fólk og hendingar. Pápi Johannes var handilsmaðurin Martin Næs. Mamman Julianna var av Hamri í Hvalba. Byrjað verður út eftir Støðlunum við Slokkunum og Sandbakkunum og gomlu Træbrúnni. Tey gomlu húsini í Nesi stóðu omanfyri gøtuna. Har verður byrjað inni í Trøðini og hildið fram undir Lítlahamar. Jóhannes Andr. Næs var lærari í Suðuroy í 20 ár til hann í 60unum varð settur sum ráðgevi í serundirvísing á skúla fyrisitingini. Dennis Holm sigur, at avgerðin hjá landsstýrinum um, at útbúgvingin sum hjálparfólk á dagsstovnum skal vera í Suðuroynni, er eitt stig tann rætta vegin. Sambært nýggjum tølum hjá Hagstovuni, hava 42 prosent av teimum, sum arbeiða og búgva í Suðuroynni, alment starv. Tá eru almennu partafeløgini tald við. Tað eru fleiri enn aðrastaðni í Føroyum, tá Suðurstreymoyar sýsla og Vága sýsla eru undantiknar. Har eru nøkur fá prosentstig fleiri, sum hava alment starv. Guttorm Sørensen úr Hvannasundi hevur runnið í 28 ár, og hann stovnaði saman við øðrum bæði Treysti og sersambandið fyri Frælsan ítrótt. Rennarin, Guttorm Sørensen, hevur fingið heiðursbræv frá ÍSF fyri ídna, sjálvbodna arbeiði til frama fyri frælsan ítrótt og renning. Lógin um, at fornminni skulu friðast, forðar fyri útbyggingum, tí eingi krøv eru um, nær útgrevstrar av fornminnunum skulu gerast, sigur Brandur Sandoy, borgarstjóri. Tað sigur dagligi leiðarin í Javna, sum heitir á avvarandi partar um at tryggja bústaðarviðurskiftini hjá fólki við menningartarni í sambandi við verkfall. Landsstýriskvinnan í Almannamálaum, Eyðgunn Samuelsen, sigur í stuttari viðmerking, at partarnir hava tosað saman og arbeiða fyri at loysa trupulleikan. Rólvur Djurhuus, landbúnaðarráðgevi, sigur, at vit eiga at framleiða nógv fleiri matvørur sjálv, enn at innflyta tær. Tað snýr seg um at broyta hugburð. Sambært tølum hjá Rólvi Djurhuus, landbúnaðarráðgeva, velta vit í Føroyum bara sløk 20 prosent av eplunum, vit eta. Restin verður innflutt. Altjóða tuberkladagur er 24 mars, í tí sambandi endursenda vit røðina Tuberklarnir í Føroyum frá 1990. Í hesari seinastu sending um tuberklarnar í Føroyum, verður víst og greitt frá viðgerðini av hesari herviligu sjúku. Lagt til rættis Dagmar Joensen Næs og Sigrun Samuelsen. SvF vitjaði í mai mánað í 1992 í Finnmørkini, har meirilutin av fólkinum er sámar. Í sámabygdunum Kautokeino og Karasjok inni á Finnmarksvíddini hava sámarnir megnað at varðveitt teirra gamla samfelag og mentan. Men sámarnir ráða ikki í egnum landi, og norskar lógir og skipanir hava havt broytingar við sær, ið nú hótta reinsdjóravinnuna og harvið sámisku mentanina. Sámarnir komu fyrst til Sámaland, og teir krevja rættin til landið og tilfeingið. Lagt til rættis Dagmar Joensen Næs og Bergljót D. Hentze. Staðið fyri upptøkum og sett saman Bjarni Rubeksen. Ráðstevnan varpar ljós á trý høvuðsevni, sum eru viðkomandi fyri londini í Arktis vinnuligar vakstrarmøguleikar samferðslu og infrakervi og demografiskar avbjóðingar. Vertir fyri ráðstevnduni eru Poul Michelsen, landsstýrismaður, og Ólafur Ragnar Grímsson, fyrrverðandi forseti Íslands, og formaður í Arctic Circle. Sáttmálin millum tey fimm arbeiðarafeløgini og Føroya arbeiðsgevarafelag er longdur eina ferð enn, hesa ferð til á midnátt í kvøld. Sáttmálin millum Føroya arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini fór úr gildi 1.mai, men partarnir hava enn einaferð longt sáttmálan, hesaferð til á miðnátt í kvøld. Sáttmálin millum tey fimm arbeiðarafeløgini og Føroya arbeiðsgevarafelag er longdur eina ferð enn, hesa ferð til á midnátt í kvøld. Sáttmálin millum Føroya arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini fór úr gildi 1.mai, men partarnir hava enn einaferð longt sáttmálan, hesaferð til á miðnátt í kvøld. Hann vil ikki tilnevna landsstýrisfólk, fyrr enn liðugt er at kanna, um tey, sum vórðu vald í landstingið 24 .apríl, hava valbæri, sigur hann við grønlendska kringvarpið, KNR. Ein serlig nevnd í landstinginum kannar, um nakar av teimum valdu hevur dóm, sum ger, at viðkomandi ikki kann sita í landstinginum og tá, sambært Kim Kielsen, heldur ikki í landsstýrinum. Gerðarrættarfundur skuldi byrja kl 9 fyrrapartin, og tá skulu fyrst fólk á Lønardeildini og frá Kommunulæknafelagnum hoyrast. Felagið hevur nevniliga ført fram, at embætisverkið í Fíggjarmálaráðnum HEVUR havt ta áskoðan, at lógin um semingsstovnin ikki er galdandi á kommunulæknaøkinum. Tí undraðist Kommunulæknafelagið, at Fíggjarmálaráðið heitti á Semingsstovnin um at útseta fráboðaða verkfallið í síðstu viku. Fær bKommunulæknafelagið viðhald, kann felagið lýsa verkfall at koma í gildi innan 48 tímar. Fær Fíggjarmálaráðið hinvegin viðhald, so kann Semingsstovnurin útseta eitt møguligt verkfall og fara undir seming millum partarnar. Hetta er triðju ferð, at kommunan søkir eftir tekniskum stjóra. Hinar báðar ferðirnar vóru eisini umsøkjarar, men kommunan metti ikki, at nakar av teimum var skikkaður til starvið. Tað fer at taka nakað av tíð, og Bjørgfríð Ludvig roknar ikki við, at starvið verður klárt at leggja fyri býráðið fyrr enn á býráðsfundinum, sum verður 20. juni. Tað er ikki bara sum at siga tað, at keypa eina dronu og so senda hana í luftina við einum filmstóli hangandi undir sær. Tú skalt hava serligt loyvið at flúgva eina dronu og tú skalt vera sera varin, hvar tú flýgur við dronuni, sigur Dávid P. Thomsen, sum er ein av teimum 17, sum seinasta vikuskiftið tóku prógv at flúgva við dronu. Endamálið er at mótmæla tunnilssjón og krevja víðsjón. Í skrivinum, sum fyrireikingarbólkurin hevur sent út, eru nøkur krøv, sum verða handað landsstýrismanninum í samferðslumálum fríggjadagin. Krøvini eru Vit krevja at Strandfaraskip Landsins fær hægri raðfesting NÚ Vit krevja, at ein ferjuætlan verður gjørd fyri endurnýggjan av elligamla flotanum hjá Strandfaraskipum Landsins. Vit krevja eitt líkinda avloysaraskip, sum nøktar veruliga tørvin á smáu oyggjunum. Vit góðtaka ikki óskilið, sum er á sjóvegis samferðsluni millum oyggjar okkara Vit hava prøvað at fingið pengarnar, tað eru so einar 400.000, sum Miðlahúsið skyldar okkum. Tað hava vit so ikki fingið, har var einki at heinta, sigur Petur Jacobsen, sum heldur, at manglandi afturgjaldið kemst av stórari skuld í Miðlahúsinum. Tá ið so einki er at heinta, so í mínari verð er tað faktisk tað, at Miðlahúsið alt sum tað er er í so stórari skuld, at flaggið stingur undan. Nú fara vit eftir flagginum, sum er navnið Rás 2, sigur hann millum annað við útvarpið. Um Miðlahúsið skal varðveita navnið Rás 2, skal Miðlahúsið sambært Peturi Jacobsen gjalda eina størri upphædd, enn skuldin er. Men júst hvat navnið so skal brúkast, veit stjórin hjá R2 net ikki at siga, men hann sigur, at felagið er sinnað at samráðast við Miðlahúsið. Hetta hevur koyrt upp á nú í fleiri ár, vit hava roynt alt millum himmal og jørð. Vit hava tosað við teir, vit hava bjóðað eina avdráttaravtalu, men har riggar einki. Tað einasta, sum nú er eftir, er at fara eftir navninum, og tað hava vit so fingið fútarættin at góðtaka, sigur Petur Jacobsen. Jonhard Hammer, stjóri í Miðlahúsinum vil ikki gera nakrar viðmerkingar. Hann sigur kortini, at fær Petur Jacobsen navnið Rás 2, so fær teirra útvarpsstøð eitt annað navn. Tað siga Maud Wang Hansen og Vígdis Bjarnadóttir, sum fyriskipa mótmælisgongu fríggjadagin av Bursatanga í Tinganes, har Samferðsumálaráðið heldur til. Vit síggja, at tað sum verður gjørt, er for lítið. Tað nøktar ikki tann tørvin, sum vit hava, og vit krevja, at tað verða gjørdar raðfestingar, sum eru rundanum tær oyggjarnar, sum hava sjóvegis samband, siga fyriskipararnir av mótmælisgonguni fríggjardagin. Í løtuni er Strandferðslan enn einaferð noydd at flyta runt við skipum á Oyggjaleiðunum, tí eitt av skipunum, í hesum føri Ternan, er á sleipistøð. Tí siglir Sildberin til Nólsoyar og Súlan til Skúvoyar. Og Sam ger nakrar túrar um vikuna út í Nólsoyar við farmi, men støðan ávirkar vinnulívið. Í Nólsoy hava vit bygt eina nokkso góða ferðavinnu upp, og vit vita, at tað eru nógv ferðafólk, sum hava avlýst túrar til Nólsoyar, siga fyriskipararnar av mótmælisgonguni millum annað. Men støðan órógvar eisini vanlig fólk, sum pendla til og frá arbeiði. Í Nólsoy óttast tey harafturat, at fólk velja ikki at búseta seg í oyggjunum ella velja at flyta, um sambandið ikki verður betri og minni svikaligt. Høvðuskrøvini hjá fyriskiparunum av mótmælisgonguni eru, at Strandfarskip Landsins skulu hava hægri raðfesting, at eitt avloysaraskip, sum nøktar veruliga tørvin á smáu oyggjunum, skal fáast til vega, og at ein ferjuætlan verður gjørd fyri endurnýggjan av elligamla flotanum hjá Strandfaraskipum Landsins. Henrik Old, landsstýrismaður í Samferðslumálum, segði í gjár, at hann í dag ella í morgin fær boð um, eitt avloysaraskip sum vónandi er á veg. Sambært javnstøðulógini er ikki loyvt arbeiðsgevara at lýsa eftir fólki til arbeiðis, har tað á nakran hátt bendir á, at annað kynið hevur fyrimun, uttan so at starvið er treytaleyst kynsbundið. Útoyggjafelagið stuðlar mótmælisgonguni fríggjadagin. Felagið hevur í nógv ár víst á, at ferðasambandið til smáu útoyggjarnar má betrast og eitt gott avloysaraskip finnast, tí verandi støðan hevur við sær fráflyting. Og trupulleikin er bara vorðin størri seinastu fáu árini, tí ferðafólkastreymurin er vaksin millum annað er støðan ring í Kalsoynni. Olga Biskupstø er forkvinna í útoyggjafelagnum, og hon heldur, at eitt svikaligt ella vánaligt ferðasamband hevur týdning fyri at fólk velja at búgva á útoyggj. Avloysaraskip skuldi fyri nógvum árum síðani verið komið. Vit hava tosað um tað í óendaliga tíðir, men tað hendir bara einki, sigur hon og leggur afturat, at mótmælisgongan er bæði neyðug og kærkomin. Útoyggjafelagið ynskir, at ferðasambandið til bygdirnar skal vera so mikið gott, at tað stuðlar upp undir eina búseting. Tað er natúrligt, at fólkatalið minkar, tá ferðatalið er vánaligt, sigur Olga Biskopstø millum annað. Hóast Atli Gregersen viðgongur, at tað er stórur munur á hansara lønarseðli, og honum, sum Juan Mata fær, so vildu teir fegin hava føroyingin við. Nú letur føroyski landsliðsskiparin eitt prosent av síni fótbóltsløn til Common Goal, men sum frálíður kundi hann hugsað sær, at okkurt var gjørt í Føroyum. Mátingarnar vístu eitt miðal innihald av koltvísúrevnismýlum í lofthavinum á 410 ppm. Tað er tað hægsta, man veit um seinastu 800.000 árini. Kjarnuboringar á Suður pólinum vísa innihaldið av koltvísúrevni í lofthavinum 800.000 ár aftur í tíðina, men granskarar meta, at vit skulu heili 3,5 milliónir ár aftur í tíðina, áðrenn vit finna eitt tíðarskeið í jarðarinnar søgu, har koltvísúrevnisinnhaldið hevur verið so høgt. Sjálvt um árliga útlátið av koltvísúrevni er flata út, so veksur innihaldið av CO2 í lofthavinum Størri mynd, trýst HER Mynd Bogi Hansen Líka síðani 1958 hevur innihaldið av koltvísúrevnið verið mált á Havaii, og mátingarnar hava víst, at innihaldið av CO2 veksur alsamt. Koltvísúrevnið í lofthavinum verður av mongum mett at vera orsøkin til, at miðalhitin á jørðini hækkar, tann sokallaða alheimsupphitingin. Hóast vit ikki eru limir í ES, kunnu føroyingar og føroyskar fyritøkur verða fevndar av eini nýggjari ES fyriskipan, sum kemur í gildi í øllum ES londum 25. mai. Dátureftirlitið sigur, at nýggja fyriskipanin kann verða galdandi fyri føroyingar og føroyskar fyritøkur, sum bjóða út vørur ella tænastur í ES, og í hesum sambandi viðgera upplýsingar um ES borgarar. Fyriskipanin er eisini galdandi í teimum førum, føroyingar og føroyskar fyritøkur hava eftirlit við atferðini hjá skrásettum ES borgarum. Dátueftirlitið mælir øllum, sum kunnu verða fevnd av nýskipanini, til at seta seg inn í málið og leita sær ráðgeving frá serfrøðingum á økinum, áðrenn persónsuppysingar verða viðgjørdir. Sáttmálin, sum fór úr gildi 1. mai, varð annars fyri sættu ferð í hesum umfarinum longdur til á midnátt í kvøld, men seinnapartin varð avgjørt at senda boð eftir semingsmonnunum. Talan er um at gera nýggjar sáttmálar fyri alment settar maskinmeistarar á landi, við Strandfaraskipum landsins, á vaktarskipunum og Magnusi Heinason. Spurningurin er, hvar skúlin skal vera. Onkur vil vera við, at best er at hava hann í Trongisvági, har skúli er frammanundan, umframt ítróttarhøll og fótbóltsvøllur. Fyri nøkrum árum síðani var farið undir ætlanina at byggja nýggjan skúla, og fyrireikingar vóru gjørdar til skúlan. Men semja var ikki um, hvar skúlin skuldi vera, og tí steðgaði ætlanin. Nú hevur kommunan so sett sær fyri at fara undir at byggja nýggjan skúla, og at tað skal gerast í hesum valskeiðinum. Tí hevur tað eisini skund at fáa samtykt, hvar skúlin skal vera. Tvøroyrar Býráð umrøddi skúlan á fundi í gjárkvøldið, og samtykt varð at skipa fyri einum evnisdegi fyrst í juni, har allir partar skulu vera við, og so skal avgerð takast um, hvar nýggi skúlin skal byggjast, upplýsir Henrik Weihe Joensen, býráðsskrivari á Tvøroyri. Samstundis sum landið verður knýtt alsamt betur saman við vegum, farleiðum og undirsjóvartunlum tykist gjógvin at vaksa millum miðstaðin og restina av landinum. Orð sum kontórshavn og framleiðsluføroyar eru javnan frammi, eins og krøv um at fáa almenn arbeiðspláss spjadd út um landið. Og nú er ein flokkur undir stovnan, Føroyaflokkurin, sum vil desentralisera Føroyar. Í dagsins tematýsdegi varpa vit ljós á onkrar av hesum spurningum. Súsanna Olsen, lektari í samfelagsvísindum, hevur kannað, hvørji almenn arbeiðspláss møguliga kundu verið flutt út um landið, og vit spyrja hana eisini, hví vit skilja so illa hvønn annan í Føroyum. Hvat er fakta Kári Holm Johannesen, hagfrøðingur, hevur kannað, hvussu veruliga býtið er við almennum arbeiðsplássum um landið. Vit spyrja eisini Ragnar Joensen, sum undirvísir í samfelagsfrøði á Glasi, hví gjógvin veksur millum Havnina og útjaðaran, og um tørvur er á einum útjaðaraflokki í Føroyum. Dennis Holm er borgarstjóri í Vági. Hann greiðir millum annað frá, at Føroyar eru um at fara í tríggjar partar. Og at enda er kjak millum blaðstjóran á Norðlýsi, Jóhann Lútzen, ið veruliga hevur skerpað pennin um landafrøðiliga stættarmunin, og John Johannessen, politiskan eygleiðara, ið hevur sett spurnartekn við partar av kjakinum. Bæði borgarstjórin í Tórshavnar kommunu og stjórin í SEV halda, at landstreymur er gott hugskot men spurningurin er bara, hvør skal rinda fyri neyðugu støðina, sum skal til. Í teoriini skuldi avtalan vart USA og okkara sameindu undan iranska kjarnorkubumbuørskapinum, men avtalan loyvir Iran at halda fram við at ríka uran, og sum frálíður at kunna framleiða eina bumbu, segði Trump á tíðindafundi fyri løtu síðani. Trump nevndi í talu síni fregnartænastuupplýsingarnar, sum ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, legði fram her fyri, har hann legði Iran undir at lúgva um kjarnorkuætlanir sínar. Í dag hava vit avgerðandi prógv um, at iranska lyftið var lygn. Veruleikin er, at avtalan var ræðulig og einsíðug, og hon skuldi ongantíð verið gjørd, segði Trump. Í meðan millum annað Ísrael hevur mælt Trump til at droppa avtaluna, sum fyrrverandi amerikanski forsetin, Barack Obama, gjørdi, hava leiðarar í ES seinastu mánaðirnar stríðst fyri at varðveita avtaluna. Kjarnorkuavtalan við Iran snýr seg um, at Iran gevst við at menna sínar kjarnorkuætlanir, og afturfyri verða revsitiltøkini móti landinum strikaðar. Trump, forseti, hevur skýrt avtaluna at vera øra, tí hon millum annað loyvir Iran frítt at ríka uran eftir 2030, og tí at hon ikki forðar Iran í at menna vanligar rakettir. USA, Kina, Russland, Bretland, Týskland, Frakland skrivaðu undir avtlauna í juli 2015, eftir at samráðingarnar høvdu vart í hálvtriðja ár. Avtalan kom í gildi í januar 2016. Í kvøld verður fyrsta av tveimum hálvfinalum í Lissabon, og serfrøðingar halda, at talan er kanska um sterkastu hálvfinalu nakrantíð. Donald Trump segði, at Ísrael í farnu viku almannakunngjørdi fregnartænastu skjøl, sum Iran hevur hildið loynilig. Hesi skjøl prógva, at Iran roynir at menna kjarnorkuvápn. Avtalan við Iran var vánalig og einsíðug. Hon skuldi aldri verið gjørd. Eftir at revsitiltøkini vórðu linkað brúkti landið pengarnar til at menna rakettir, sum kunnu hava kjarnorku. Um eg loyvdi avtaluni at halda fram, hevði skjótt verið vápnakappdubbing í Miðeystri. Tí boði eg frá í dag, at USA tekur seg úr kjarnorkuavtaluni við Iran, segði Donald Trump í gjárkvøldið. Avtalan við Iran varð gjørd á sumri í 2015. Endamálið við avtaluni var at forða ella tarna royndunum hjá Iran at menna kjarnorkuvápn. Iran lovaði at steðga kjarnorkuætlanum sínum, og afturfyri linkaðu londini revsitiltøkini. Avtalan varð gjørd millum Iran og teir fimm føstu limirnar í trygdarráðnum hjá ST, nevniliga USA, Frakland, Bretland, Kina og Rusland. Harafturat vóru Týskland og ES við í avtaluni. Fyrrverandi amerikanski forsetin, Barack Obama, sum var við til at gera kjarnorkuavtaluna, finst hvassliga at avgerðini hjá Donald Trump. Hann sigur, at USA við at taka seg úr avtaluni vendir sínum næstu sameindu bakið. Uttan kjarnorkuavtaluna er vandi fyri, at USA fer at standa eftir í eini taparastøðu, har valið stendur millum eitt Iran við kjarnorkuvápnum og enn eitt kríggj í Miðeystri, skrivar Obama á Facebook. Kjarnorkuverkini hjá Iran eru undir strongum eftirliti. Altjóða eygleiðarar hava eisini atgongd til alla kjarnorkuveitingina hjá Iran, so vit kunnu fanga tey, um tey royna at svika. Uttan avtaluna hvørvur hetta eftirlitið, sigur Barack Obama. Donald Trump hevur leingi funnist at kjarnorkuavtaluni og sigur, at Iran kortini mennir kjarnorkuvápn, og at avtalan stuðlar yvirgangsbólkum. Hetta merkir, at Fíggjarmálaráðið fekk viðhald í, at lógin um seming er galdandi fyri kommunulæknarnar, hóast teir royndu at grundgeva fyri, at sum sjálvstøðugir vinnurekandi, so vóru teir ikki fevndir av lógini um seming. Fasti Gerðarrættur metir samanumtikið, at talan í hesum føri er um eina kollektiva áhugatrætu á føroyska arbeiðsmarknaðinum, og at Semingsstovnurin tí hevur heimild sambært semingslógini at fara undir semjing viðvíkjandi trætuni millum Kommunulæknafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið í sambandi við, at Kommunulæknafelag Føroya hevur lýst verkfall fyri limir sínar. Vit hava sagt, at vit góðtóku at Gerðarrætturin kom við einari niðurstøðu, og tað merkir so, at teir hava rætt til at útseta eitt møguligt verkfall í sjey dagar, sigur formaðurin í Kommunulæknafelagnum, Marjus Dam. Tað at Semingsstovnurin so kemur upp í nú, tað merkir, at teir skula royna at gera eina semju millum partarnar, sum tað ikki hevur eydnast at fingið í langa tíð. Eg ynski teimum góða eydnu við tí, segði Marjus Dam millum annað við útvarpið í morgun. Vit hava sagt, hvat vit vilja gera, um vit ikki hava ein sáttmála, sigur Marjus Dam um støðuna í løtuni og leggur afturat, at felagið bíðar eftir at hoyra frá Semingsstovninum. Tað sigur Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, sum hevur spurt Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu, hvørji stig, hon fer at taka fyri at beina burtur sosiala ójavnan, sum er millum teirra, sum eru gift, og teirra, sum liva saman ógift. Sum lógin er orðað, hevur Almannaverkið ikki møguleika at kanna, um fólk, sum fáa almannaveitingar, veruliga eru støk, ella um tey liva saman sum hjún uttan vígslubræv. Á skránni er føroyska ynskið at broyta uttanríkispolitisku lógina, verju og trygdarpolitisk viðurskifti, føroyska umsóknin um limaskap í norðurlendska samstarvinum og sínámillum kunning. Poul Michelsen, landsstýrismaður hevur fleiri ferðir alment fílst á, at Føroyar ikki fáa kunning á trygdarpolitiska økinum. Seinast tá kreppa var millum vestanlond og Russland, tá ein fyrrverandi russiskur njósnari og dóttir hansara vóru eitrað í bretska býnum Salisbury. Vestanlond eisini Danmark søgdu, at Russland hevði ábyrgdina av atsóknini, og mong russisk sendifólk vórðu útvíst. Men Poul Michelsen, landsstýrismaður, segði, at Føroyar ikki kundu taka støðu í málinum, tí vit høvdu ongar upplýsingar, sum ein støða kundi byggjast á. Tað sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður, eftir at Fasti Gerðarættur seint í gjárkvøldið gjørdi av, at Semingsstovnurin eisini fevnir um sáttmálaøkið hjá kommunulæknunum. Hetta merkir, at Fíggjarmálaráðið fekk viðhald í, at lógin um seming er galdandi fyri kommunulæknarnar, hóast teir royndu at grundgeva fyri, at sum sjálvstøðugir vinnurekandi vóru teir ikki fevndir av lógini um seming. Tað er soleiðis, at hetta er eitt sáttmálaøki, sum er heilt nýtt fyri okkum, so vit mugu seta okkum inn í alt sáttmálaøkið fyri at finna útav, hvat vendir upp og niður, sigur Terje Sigurðson, semingsmaður. Semingstovnurin tók útsetanina av verkfallinum aftur, og tað merkir, at í løtuni hevur Semingsstovnurin ikki útsett nakað verkfall. Semingsstovnurin hevur tó heimild til at útseta verkfallið hjá kommunulæknunum í sjey dagar, tað avgjørdi Gerðarrætturin í gjár. Fasti Gerðarrættur metir samanumtikið, at talan í hesum føri er um eina kollektiva áhugatrætu á føroyska arbeiðsmarknaðinum, og at Semingsstovnurin tí hevur heimild sambært semingslógini at fara undir semjing viðvíkjandi trætuni millum Kommunulæknafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið í sambandi við, at Kommunulæknafelag Føroya hevur lýst verkfall fyri limir sínar . Tað er enn óvist, um fráboðanin um arbeiðssteðg frá Kommunulæknafelagnum enn er galdandi, ella um felagið má koma við nýggjari fráboðan. Terje Sigurðsson sigur, at týdningarmiklast er at seta gongd á samráðingarnar millum partarnar, sum væntandi verða kallaðir saman til fund í dag. Lyra fra Nord sigur frá søguni um Unn hina hugsunarsomu. Ein lýsing av eini víkinagakvinnu, ið varð fødd í Noregi og seinni gjørdist bóndakona í Íslandi. Á konsertini verður sagt frá lívinum hjá Unn, sum tað er greina í Laksdøla sagaini. Hon búði eitt tíðarskeið í Gøtu. Seinni flutti Unn til Íslands. Eitt av hennara ommubørnum giftist seinni til Gøtu í Føroyum. Sangirnir eru av fløguni Det som bølger ut i havet. Rolf Agaton hevur gjørt løgini. Rolf spælir sjálvur lýru, saman við John Vedde, sum eisini spælir lýru. Tone Holte syngur og hevur leiklutin sum Unn. Tone hevur sjálv skrivað tekst til frásøgnina. Stjórin á Lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum fegnast um, at Fasti Gerðarættur hevur staðfest, at Semingsstovnurin fevnir um sáttmálaøkið hjá kommunulæknunum Tað hevur verið víst seg mangar ferðir fyrr, at hóast partarnir hava verið eitt fitt pettið frá hvørjum øðrum, so hevur tað eydnast at finna eina semju. So tað trúgva vit uppá, sigur Jan Mortensen, sum tó ikki vil gera viðmerkingar um, hvussu langt Lønardeildin er til reiðar at flyta seg í hesum málinum. Hetta merkir, at Fíggjarmálaráðið fekk viðhald í, at lógin um seming er galdandi fyri kommunulæknarnar, hóast teir royndu at grundgeva fyri, at sum sjálvstøðugir vinnurekandi, so vóru teir ikki fevndir av lógini um seming. Fasti Gerðarrættur metir samanumtikið, at talan í hesum føri er um eina kollektiva áhugatrætu á føroyska arbeiðsmarknaðinum, og at Semingsstovnurin tí hevur heimild sambært semingslógini at fara undir semjing viðvíkjandi trætuni millum Kommunulæknafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið í sambandi við, at Kommunulæknafelag Føroya hevur lýst verkfall fyri limir sínar. Tað gongur væl við ruddingini, sigur Elsa Berg, frá felagsskapinum Ringrás. Fleiri kommunur luttaka í ruddingararbeiðnum, men vit kundu hugsa okkum at fleiri kommunur vóru við, leggur Elsa afturat. Átakið hevur til endamáls at økja um vitanina um plastdálking í norðanlondum og at útbreiða hesa vitanina til almenningin í samstarvi tvørturum landamørk. Átakið fevnir, eins og navnið leggur upp til, fyrst og fremst um eina árliga rudding við sjóvarmálarnar í luttakandi londunum, sum verður framd sama dag, ella í øllum førum innan sama tíðarskeið, í øllum londunum. Átakið styrkir og mennir millumtjóðasamstørv, ið eru altavgerandi, tá ein hevur við altjóða umhvørvistrupulleikar at gera. Umframt málið at savna føroysku og norðurlendsku kreftirnar í eitt átak til tess at samstarva um at bøta um lívfrøðiligu korini við okkara dálkaðu sjóvarmálar, so hevur Norðurlendsk Strandarudding eisini til endamáls at granska í hesi dálking, so vit kunnu gerast fullkunnug um vavið av trupulleikanum og fáa innlit í, hvar hann serstakliga byrjar um okkara leiðir. Við øðrum orðum mugu vit vita, júst hvørjar dálkingarkeldurnar eru, áðrenn vit kunnu seta effektiv mótátøk í verk, sigur felagsskapurin Ringrás í tíðindaskrivi. Patrick de Neergaard, prestur, prædikaði Deknur var Elin Jacobsen Klokkari Mikkjal á Løðhamri Hans Jacob og vinmenn sungu. Bjarni Johansen tók upp og Sámal Jákup Jacobsen setti saman. Eg havi givið iranska kjarnorkufelagnum, AEOI, boð um at verða tilreiðar at halda fram við at ríka uran ídnaðarliga og uttan avmarkingar. Iranski forsetin leggur herðslu á, at Iran allatíðina hevur hildið avtaluna, men at tað er USA, sum ikki hevur staðið við sínar skyldur í sáttmálanum. Rouhani vísir eisini á, at amerikanski forsetin hevur lyndi til at leypa frá altjóða avtalum. Her sipar iranski forsetin til Parísavtaluna um veðurlagspolitikk, sum USA eisini hevði skrivað undir, men sum Donald Trump, forseti síðani tók USA úr. Avgerðin hjá Trump er byrjanin til eitt psykologiskt kríggj móti Iran, men okkara djarva fólk fer ikki at lata seg ávirkað av hesum álopinum, sigur hann. Hassan Rouhani leggur dent á, at kjarnorkuvápnaavtalan nú er millum Iran og tey fimm londini, sum eftir eru. Tey eru Bretland, Frakland, Týskland, Russland og Kina. Iranska uttanríkisráðið fer komandi vikurnar at tingast við tey londini um kjarnorkuvápnaavtaluna, sigur iranski forsetin, sambært Teheran Times. Poul Michelsen, landsstýrismaður, hevur javnan funnist at donsku stjórnini, tí tey eru ov pírin við at lata Føroyum upplýsingar, og Føroyar harvið onki grundarlag hava at taka støðu á. Tá fleiri ES lond, teirra millum Danmark, vístu diplomatum av landinum, tí Russland varð sett í samband við eitt mál, har ein fyrrverðandi njósnari og dóttir hansara vórðu eitrað, valdi Føroyar onki at gera. Vit eru samdir um, at har er ein leistur, sum vit kunnu brúka. Tað er við, at vit upp á ein ella annan máta gera eina avtalu um, hvussu vit í trygdarspurningum kunnu informera hvønn annan. Soleiðis at føroyska Landsstýrið fær informatiónirnar gjøgnum eitt góðkent ráð, sigur Poul Michelsen millum annað um úrslitið av fundinum við danska uttanríkisráðharrinum. Tað royna vit nú at fáa í lag, soleiðis at vit kunnu finna nakrir leistir fyri, hvussu vit gera tað betri í framtíðini, sigur Anders Samuelsen, uttanríkisráðharri í Danmark. Bretland, Týskland og Frakland hava boðað frá, at tey fult og heilt virða avtaluna og ásetingarnar í henni. Og londini heita sambært BBC á USA um ikki at seta fót fyri, at avtalan fær virkað. Eisini hava Russland og Kina váttað, at tey virða avtaluna, og europeisku londini fara at arbeiða saman við teimum um, at avtalan fær frið at virka uttan USA, skrivar BBC. Danski uttanríkisráðharrin, Anders Samuelsen heldur lítið um, at Donald Trump, forseti hevur vrakað avtaluna uttan at hava nakað annað at seta ístaðin. Tað er torført at síggja, hvør avtala nú skal gerast, um núverandi avtala verður vrakað, sigur danski uttanríkisráðharrin millum annað við útvarpið í dag. Vit halda fast í, at hatta er ein góð avtala tað er tann besta í løtuni, og tað er torført at síggja eitt frægari alternativ, sigur Anders Samuelsen. Sambært avtaluni skuldi umheimurin strika búskaparligu tiltøkini móti Iran, sum afturfyri skuldi steðga við at royna at menna kjarnorkuvápn. Men amerikanski forsetin sigur, at Iran hevur brúkt pengarnar til at dubba seg hernaðarliga, og at hann ikki vildi stuðla upp undir, at iranska einaræðið fekk enn størri vald. Fíggjarmálaráðið kann ikki gera mun á tænastufólkum. Tey eiga øll at hava somu rættindi. Tað er kjarnin í stevningini hjá Serlæknafelagnum um fráfaringaraldur. Serlæknafelagið stevndi í 2015 Fíggjarmálaráðið, tí hjá øllum tænastufólkum uttan hjá yvirlæknunum var fráfaringaraldurin 67 ár. Hjá yvirlæknum er hann 70 ár. Umframt grundregluna um, at øll eiga at hava sama rætt, líkheitsprinsippið, sum tað eitur í løgfrøðini, hevur fráfaringaraldurin týdning, tá eftirlønin hjá yvirlæknum skal roknast. Agnas Djurhuus úr Havn sat sum so mong onnur og spældi Gekk fríggjakvøldið í síðstu viku. Agnas fekk fulla plátu, ringdi inn og slapp ígjøgnum. Gekkaupphæddin hetta kvøldið var á 2 milliónum krónum, men Agnas snaraði ongantíð Gekkahjólinum. Hon fekk bjóðað at býta snarini um við ein nýggjan bil við virði á knøppum 400.000 krónum, og hon tók beinan vegin av. Eg eri so glað, tað er ikki heilt gingið upp fyri mær enn, segði ein ovurfegin Agnas, sum ongantíð hevur átt ein nýggjan bil fyri enn nú. 13 kór, umframt stóra felagskórið, framførdu á kórfestivalinum, sum varð hildin fyri fjórðu ferð. Vinnari av kórkappingini á festivalinum gjørdist Tarira, meðan Tórshavnar kamarkór gjørdist nummar tvey og Gøtu kirkju og ungdómskór gjørdist nummar trý. Áskoðaravirðislønin fór til Gøtu kirkju og ungdómskór og Ólavur Hátún fekk herðaklappið Katamaranurin, sum er ein skjóttgangandi bátur, tekur 98 ferðafólk, og hann verður fyrst settur í siglingina um Nólsoyargjørð umleið 22. mai, upplýsir Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni. Teistin fer at á sleipistøð í næstum, og tá verður Ternan sett í siglingina um Skopunarfjørð. Katamaranurin, sum nú verður leigaður, kann eisini brúkast til siglingina út í Hest. Strandferðslan eigur pening tøkan í rakstrinum at leiga katamaranin fyri, og tí er ikki neyðugt at biðja um eykajáttan, sigur Hilmar Eliasen. Eitt sindur av krimi skal til, og hvat er meir spennandi, enn tá hesar brotssøgur falda seg út í heimligum umhvørvi við heimligum evnum og persónum sum snúningsdepli. Steintór Rasmussen kemur í útvarpsstovuna at tosa um nýggju krimiskaldsøgu síni, Horvna Rósan, triðja bókin í røðini um bindiklubban úr Norðvík, ið hevur lyndi til at koma sær upp í brotsverk í heilum. Listamaðurin Jack Kampmann fekk stóra ávirkan á føroyska málningalist. Ein spennandi framsýning við málningum eftir Jack Kampmann læt upp um vikuskiftið í Listasavni Føroya, samstundis sum bók kom út um listamannin. Vit práta við annan høvundan, Niels Ohrt, stjóra á Listasavninum. Nón var eisini til fernisering, tá ið Helgi Joensen læt upp framsýning í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík. Helgi er víðagitin fyri sítt sermerkta tinsmíð og hevur gjøgnum árini gjørt alskyns royndir við hesum serstaka metalli. Vit vóru eisini á vitjan á Steinprenti, har tekstillistakvinnan, Randi Samsonsen leygardagin 12. mai hevur fernisering við tekstilverkum og steinprentum við heitinum, In search of lost colours. Útgávan hjá Terja og Føstufressum í 1990 verður hildin at vera mest selda føroyska tónleikaverk, og er kosin at vera aldarinnar føroyska plátuútgáva. Kortini gingu tjúgu ár til manningin savnaðist aftur at gera eina nýggja fløgu. Í sendingini fáa vit søguna um reynadreingin Terja, sum blaðungur fer at skriva sangir, og vinmenninar í grannalagnum kring Pedda við Steinsgøtu, ið longu sum smádreingir mannaðu orkestur og mentust til nakrar av dugnaligastu tónleikarunum í landinum. Vit eru í hølunum á teimum, tá teir hittast aftur í 2010 og fara í studio at taka upp sangir til nýggja útgávu. Vit eru við teimum undir venjing og fyri og eftir stóru útgávukonsertina í Norðurlandahúsinum í 2011. Vit fáa eisini at vita, hvussu nakrir av kendastu sangunum hjá teimum, ið eru á legendarisku plátuni frá 1990, eru vorðnir til. Sendingin var send fyrstu ferð í 2012. Suni Merkistein og Hans Petur Hansen løgdu til rættis. Stóra ósemjan í samráðingunum millum Maskinmeistarafelagið og Fíggjarmálaráðið er lønin, tað sigur Ólavur Gunnarsson, formaður í Maskinmeistarafelagnum. Maskinmeistararnar samráðast um fýra sáttmálar hjá alment settum maskinmeistarum sáttmálan hjá Strandfaraskipum landsins, sáttmálan hjá alment settum á landið, sum millum annað fevnir um sjúkrahúsini og Arbeiðseftirlitið, sáttmálan við Vørn og sáttmálan hjá Magnus Heinason. Og partarnir standa langt frá hvørjum øðrum, tí felagið krevur at lønin skal líkjast meira lønini hjá alment settum maskinmeistarum í Danmark, og har eru í miðal áleið 10.000 krónur á muni, sigur felagið. Lønin hjá maskinmeistarum við Strandferðsluni er ymiskt eftir starvstign, og hvussu stórt skipið er. Eitt nú er endalønin hjá 1. meistarum í skipabólki tvey smáar 35.000 og eftirlønin um 5000 krónur. Tískil er sera ymiskt, hvussu høg lønin hjá maskinmeistarunum er. Semingsstovnurin er boðsendur, men eingin fundur ásettur enn, og Semingsstovnurin ætlar, at tosa við meistararnar í morgin. Fasti gerðarrætturin avgjørdi, at Semingsstovnurin kann fara upp í ósemjuna millum Kommunulæknafelagið og Fíggjarmálaráðið, eftir at Fíggjarmálaráðið sendi boð eftir Semingsstovninum, tá kommunulæknarnir boðaðu frá verkfalli at byrja 2. mai klokkan átta um morgunin. Nú Semingsstovnurin er komin upp í ósemjuna, hevur hann heitt á Kommunulæknafelagið um ikki lýsa verkfall í fyrsta umfari, og tí hevur felagið eftirlíkað. Semingsstovnurin er eisini komin upp í samráðingarnar millum arbeiðarafeløgini og Arbeiðsgevarafelagið. Tey fimm arbeiðarafeløgini og Arbeiðsgevarafelagið hava enn eina ferð longt sáttmálan, hesa ferð til á midnátt í annaðkvøld, fríggjakvøldið. Sáttmálin var annars galdandi til 1.mai. Semingsstovnurin varð boðsendur, men hann tók ein part, sum arbeiðarafeløgini og Arbeiðsgevararnir vóru ósamdir um, úr samráðingunum fyribils, og bað so partarnar fara at samráðast um lønina. Kunngerðin fevnir um smá 41.000 tons av svartkjafti, 8.700 tons av makreli og 7.500 tons av norðhavssild, ella samanlagt stív 58.000 tons av uppsjóvarfiski, ella 8,5 prosent av føroysku kvotunum í ár. Familjufyrisitingin tekur við ólavsøkudag, tá umsitingin av familjumálum verður føroyskt málsøki, og nú er avgerð tikin um at familjufyrisitingin verður á Bryggjubakka 29 í Havn. Ríkisumboðið umsitur málsøkið sum er, men nú biður Landsverk um tilboð upp á innbúgv til nýggju Familjufyrisitingina, sum skal verða á Bryggjubakka. Familjufyrisitingin verður almennur stovnur, sum fer at viðgera millum annað samveru, barnapengar, hjúnaskilnað og separatión, verjumál og ættleiðing. Um tað vóru Sirið Stenberg, landsstýriskvinna úr Tjóðveldi, og Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður úr Sambandsflokkinum púra samd í Kjakinum í Sjónvarpinum týskvøldið. Tey fingu spurningin, um landið skal stuðla tí partinum av fiskiflotanum, sum er illa fyri fíggjarliga, at leggja um til at dálka minni. Nú viðger Landsapotekarin umsóknir um tilskot til heilivág, útgerð í sambandi við heilivág, kostískoyti og annað, sum ikki er lýst at vera heimilað sambært Heilsutrygdarlógini. Í dagstovninum á Hamrinum hava tey gjørt eitt cruiseskip við vælverustovu,. matstovu og mongum øðrum. Tey hava sent okkum bræv og bjóðað við. Vit eru í skúlabólkinum Spírar. Arbeiðsgevarafelagið sendi boð eftir Semingsstovninum týsdagin. Semingstovnurin tók ein part úr samráðingunum fyribils, og bað síðani partarnar samráðast um lønina, uttan at Semingsstovnurin var við. Men eingin ivi tykist vera um, at teir sáttmálarnir, sum eru gjørdir á almenna arbeiðsmarknaðinum í vetur, verða nógv umrøddir í samráðingunum hjá teimum tímaløntu. Sáttmálin fór úr gildi 1. mai, men hann er longdur fleiri ferðir síðani. Fyribils er sáttmálin millum Arbeiðsgevarafelagið og fakfeløgini longdur til á midnátt í kvøld. Semingsstovnurin er eisini komin upp í samráðingarnar millum Fíggjarmálaráðið og maskinmeistararnar. Semingsstovnurin ætlar at tosa við meistararnar í dag. Maskinmeistararnar samráðast um fýra sáttmálar, sáttmálan hjá Strandferðsluni, sáttmálan hjá alment settum maskinmeistarum á landi, sum millum annað umfatar sjúkrahúsini og Arbeiðseftirlitið, sáttmálan við Vørn og sáttmálan hjá teimum, sum eru við Magnusi Heinason. Partarnir standa langt frá hvørjum øðrum, sigur Ólavur Gunnarsson, formaður í Maskinmeistarafelagnum, tí felagið krevur, at lønin líkist meira lønini hjá alment settum maskinmeistarum í Danmark. Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, og fyrrverandi løgtingsmaður og landsstýrismaður hjá Tjóðveldi, undrast á, at Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu og innlendismálum, hevur gjørt av at staðseta nýggju Familjufyrisitingina á Bryggjubakka í Havn. Hann vísir á, at Tjóðveldi fyri einum mánaði síðani á flokstingi í Klaksvík samtykti eina yvirlýsing um at javnseta ymsu økini í landinum serliga viðvíkjandi almennum virksemi og stovnum. Tórbjørn Jacobsen sigur við Norðlýsið, at hann stendur spyrjandi, at ein av valdsmiklu politikarum í Tjóðveldi gongur beint ímóti samtyktini á flokstinginum. Av royndum veit eg, at tað er ófatiliga tungt at flyta nakað sum helst úr meginøkinum, tí landsstýrismaðurin stendur ómetaliga einsamallur. Men tað er áður prógvað, at tað ber til. Almanna og heilsuskúlin í Suðuroy er eitt av fleiri dømum, skrivar Tórbjørn Jacobsen. Ríkisumboðið hevur umsitið familjumál í Føroyum, og men á ólavsøku verða familjumál føroyskt málsøki, og avgjørt er, at familjufyrisitingin verður á Bryggjubakka 29 í Havn. Ísrael svaraði aftur við at skjóta rakettir eftir iranskum støðum í Sýria. 23 fólk doyðu, sigur sýriski stovnurin fyri mannarættindi, sum hevur heldur til í Bretlandi. Ísraelska álopið var hitt harðasta á sýriskari jørð, síðani Yom Kippur kríggið í 1973, tá ein sýrisk egyptisk samgonga leyp á Ísrael. Bretski forsætisráðharrin, Theresa May, hevur tosað við ísraelska starvsbróðurin, Netanyahu. Hon leggur dent á, at Ísrael hevur rætt til at verja seg. Tórshavnar kommuna tekur undir við teimum, sum skipa fyri kravgongu í Tinganesi seinnapartin um vánaligu samferðsluviðurskiftini til útoyggjarnar Annika Olsen, borgarstjóri, sigur í tíðindaskrivi, at farleiðin út í Hest er so niðurraðfest nú, at livandi er ikki í oynni, og verður einki gjørt, verður Hestur skjótt manntóm. Eisini í Nólsoy er farleiðin ov óálítandi, heldur borgarstjórin. Ternan er lívsæðrin hjá nólsoyingum, men alt ov ofta er skipið í sigling aðrastaðni, ella verður ferðaætlanin ikki hildin. Onnur óegnað skip verða sett í sigling, og harumframt mugu avloysaraskipini avlýsa túrar fyri veður, sum Ternan ikki hevði avlýst. Vit skilja trupulleikarnar á útoyggj. Skulu vit varðveita mentanarliga fjølbroytnið í øllum landinum, mugu landsmyndugleikarnir sýna størri virðing fyri øllum farleiðum, har sjógvur skilir oyggjarnar, sigur borgarstjórin í Havn. Kim Fupz Aakesen skrivaði og Borghild Sjúrðarberg týddi til føroyskt. Elin á Rógvi lesur og Leivur Thomsen var tøkningur. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2008. Tilsamans 112 ítróttafólk og leiðarar úr øllum norðurlondum eru við til kappingina, sum endar seinnapartin leygardagin, tá heiðurmerki verða handað. Amerikanska fíggjarmálaráðið sigur, at persónarnir og feløgini hava flutt milliónir av dollarum til iransku kollveltingarhirðuna og hava fíggjað óndsinnað virksemi, sum USA tekur til. Tiltøkini bera í sær, at ikki er loyvt at hava handilslig viðurskifti við teir seks persónarnar og tær tríggjar fyritøkurnar, og tiltøkini verða sett í verk í samstarvi við Sameindu Arabisku Emiratini. Síðani hevur hon fingið sera stórt vald í landinum, bæði hernaðarliga og búskaparliga. Tjóðarhirðin hevur fleiri túsund hermenn og framkomna hernaðarútgerð. Hon er barnvaksin í Iran, men tá hon var tíggju ára gomul, so flýddu foreldrini og tey trý systkini til Danmarkar at búgva. Golriz konverteraði frá islam til kristindóm, tá hon var 13 ára gomul. Opnar dyr felagsskapurin hjálpir teimum forfylgdu kristnu millum annað í Miðeystri og Asia. Tey royna at hjálpa á staðnum og vera rødd hjá tí kristna, sum býr í ófrælsum landi. Tað hevur drigið út at fáa Ternuna lidna, eftir at skipið fór á beding 3. apríl. Hon skuldi sigla aftur um Nólsoyarfjørð um 20. apríl, men tað vísti seg, at væl meir enn væntað var at gera við skipið. Ta fyrstu tíðina røkti Jósup siglingina hjá Ternuni, men 1. mai fór Jósup at sigla til Mykines, og síðani tá hevur Sildberin røkt siglingina hjá Ternuni. Tiltakið byrjar á Bursatanga klokkan 14, og haðani fara mótmælisfólkini út í Tinganes, har tey skulu hitta Henrik Old, landsstýrismann i samferðslumálum. Mentanarnáttin varð hildin fyrstu ferð í 2001, og síðani tá hevur tiltakið ment seg so mikið nógv, at Mentanarnáttin av summum verður rópt lítla Ólavsøka , skrivar Visit Tórshavn millum annað í tíðindaskrivinum. Aftur í ár kunnu fólk vænta sær eitt kvøld við tónleiki, undirhaldi, fyrilestrum og alskyns tiltøkum á Havnargøtum flestu teirra ókeypis. Mentanarnáttin verður sum vant við nógvum forvitnisligum tiltøkum. Stovnar og virki lata dyrnar upp fyri almenninginum, søvnini eru opin, matstovur og gistingarhús spenna seg út og handlarnir hava leingi opið. Nógvur livandi tónleikur sermerkir eisini Mentanarnáttina bæði innan og uttandura. Nógvastaðni í býnum verður tónleikur at hoyra, skrivar Visit Tórshavn. Í morgin kemur eitur til landið, sum skal brúkast til at basa flugunum í grótbrotinum á Víkarvegnum í Leirvík, har sum IRF seinastu mánaðirnir hevur goymt burturkastið. IRF sigur, at uttan at hava nakað beinleiðis prógv fyri tí, kann felagsskapurin rokna við, at flugurnar koma frá ballaða ruskinum í grótbrotinum. Sambært kanningum hjá IRF, er trupulleikin við flugum eisini aðrastaðni, har ballað rusk verður goymt á henda háttt, eitt nú í Gøtuborg í Svøríki. Aksel V. Johannesen, løgmaður, kunngjørdi at dómsnevndin hevur valt fyritøkuna Gómagott til Ársins Íverksetara, skrivar Íverksetarahúsið í tíðindaskrivi. Sagt varð millum annað, at alt sum fyritøkan framleiðis er gjørt við hond og góðum rávørum. Dentur verður lagdur á at nýta føroyskar rávørur í størst møguligan mun. Ársins íverksetari kann vísa á góð fíggjarlig úrslit seinastu árini, og eisini á hesum økinum er fyritøkan ein fyrimynd fyri aðrar nýggjar fyritøkur . John Syderbø, produkt og marknaðarstjóri á Føroya Tele, lat heiðurin til Gásadalsgarðin og segði millum annað, at Gásadalsgarðurin hevur eitt serstakt konsept. Tey hava samantvinnað tað gamla og tað nýggja nevniliga bóndaskap og ferðavinnu. At hetta fer fram í somu hølum, ger tað enn meira serstakt . Tróndur Vatnhamar og Sigfríður Clementsen, viðmerkjari, eru í sjónvarpsstovuni og líkasum taka pulsin á bæði steypakappindini og Betri deildini. Siumut hevur landsstýrisformannin og fýra landsstýrisfólk. Partii Naleraq hevur tvey landsstýrisfólk, og Nunatta Qi tor nai hevur eitt fólk í landsstýrinum og Attasut hevur eitt landsstýrisfólk. Gjaldið fyri kvotur, keyptar á uppboðssølu, er ein lóglig útreiðsla hjá reiðaranum at trekkja frá, áðrenn manningin fær sín part. Og henda útreiðsla verður trekt frá, staðfestir Reiðarafelagið. Harvið er prísurin á uppboðssøluni tað vil siga prísurin fyri rættin at fiska komin upp um ein triðing av tí, sum sami fiskur í løtuni kann avreiðast fyri. Havsbrún í Fuglafirði gevur umleið 1,50 krónur fyri kilo av svartkjafti, tá skipini landa har. Útreiðslurnar fyri kvotur, keyptar á uppboðssølu, verða trektar frá, áðrenn manningin fær sín sáttmálaásetta prosentpart av tí, sum skipið fiskar fyri, staðfestir Stefan í Skorini, stjóri í Reiðarafelagnum Í kunngerðini, sum skipaði royndaruppboðssølurnar í 2016 og aftur í 2017, varð ásett, at gjald fyri keyptar kvotur er ikki loyvdur frádráttur. Tað mettu reiðararnir vera eina beinleiðis, politiska uppíblandan í galdandi sáttmálar á arbeiðsmarknaðinum. Henda avmarkingin er ikki við, nú uppboðssøla á fyrsta sinni er skipað eftir nýggju fiskivinnulóggávuni. Rættindi at veiða 7.490 tons av norðhavssild og 10.901 tons av makreli verða seld á afturlatnari uppboðssølu, sum Vørn stendur fyri. Semingsstovnurin hevði fund við lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum í dag, og hevur fingið tilfar frá teimum, sum semingsmennirnir fara at brúka vikuskiftið til at hyggja ígjøgnum. Semingstovnurin tók ein part úr samráðingunum fyribils, og bað síðani partarnar samráðast um lønina, uttan at Semingsstovnurin var við. Terji Sigurðsson sigur, at partarnir framvegis samráðast, men at hann hevur samband við partarnar. Semingsstovnurin er eisini komin upp í samráðingarnar millum Fíggjarmálaráðið og maskinmeistararnar. Men semingsstovnurin hevur valt at bíða við teimum samráðingum til seinni, tí neyðugt er hjá semingsstovninum at raðfesta uppgávurnar, nú stovnurin er uppí so nógvum málum. Meðan øll onnur í samfelagnum fara eftir hægri løn, so er ræðandi at síggja, at manningarnar nú skulu gjalda sín stóra part av rokningini fyri kvotur, ið reiðarar keypa á uppboðssølu. Felagið longdi herfyri sáttmálan við Reiðarafelagið, soleiðis at hann nú ikki kann sigast upp fyrr enn 31. januar næsta ár at fara úr gildi 1. apríl. Eisini Fiskimannafelagið er farið at kanna, hvat felagið kann gera við støðuna, nú reiðarar draga uppboðssølugjaldið frá, áðrenn manningin verður avroknað. Sambært Jan Højgaard valdi Fiskimannafelagið at leingja sáttmálan við Reiðarafelagið, tí tað gevur onga meining at fara í samráðingar um nýggjan sáttmála, meðan óvissurnar í nýggju fiskivinnulóggávuni eru so nógvar. Men verður hendan støðan, har reiðarar draga uppboðssølugjaldið frá, framvegis galdandi, so vil tað elva til eina øgiliga orrustu til komandi samráðingar, sigur Jan Højgaard. Í morgin hevur Randi Samsonsen sína fyrstu framsýning. Talan er um toy í ymsum skapum og ymsum litum. Harafturat innihdleur framsýningin grafikk, sum er gjørt á Steinprenti. Randi kallar framsýningina In Search of Lost Colors . Í hetta leggur hon tað, at hon leitar aftur til, tá hon var barn, og roynir at finna útav, hvat tað er fyri litir, sum hava ávirkað hana tá. henda hátt er framsýningin afturlítandi, og til endamálið hevur Randi fingi loyvi til frá leiðaranum í Steinprenti, Jan Andersson, at umbyggja framsýningarhølið í Steinprenti. Hon hevur bygt upp ein vegg, umframt at hon hevur málað ein annan vegg brúnan. Orsøkin til hetta er, at hon vildi draga brúna litin á parkettgólvinum upp á veggin. Hoyr innslagið her Í dag komu nólsoyingar í hópatali til Havnar at mótmæla vánaligu farleiðina, sum Nólsoy hevur havt seinastu tíðina. Júst nú hevur Sildberin røkt siglingina til Nólsoyar, og hesin bátur er ikki nøktandi, tí ongin møguleiki er til dømis at koma umborð við koyristóli. Harumframt er ikki møguligt at taka bil ella farm við til eitthvørt endamál. Vikuskiftissendingin var á staðnum og tosaði við fólk Uni Debess gevur í hesu løtu út sína útgávu nummar 11. Í hesum sambandi skal hann hava útgávukonsert í morgin. Uni var á gátt í vikuskiftissendingini til eitt lítið prát, og man ikki vera, at hann treiv í eitt lag Hoyr innslagið her Onnur sendingin úr Sámalandi viðger tjóðskaparligu støðuna hjá sámunum. Norski staturin hevur í øldir miðvíst roynt at beina fyri sámiska málinum og mentanini. Tá myndugleikarnir í Oslo í 1979 setti sær fyri at byggja eina risastóra byrging um Alta ánna mitt inni í sámiska kjarnuøkinum, vaknaðu sámarnir og fóru at stríðast av øllum alvi móti byggingini. Sámarnir taptu stríðið um Alta ánna, men uppreisturin gjørdist byrjanin til endurreisnina av sámisku mentanini. Í sendingini hitta vit millum annað borgarstjóran í Porsanger kommunum, Áslu Eriksen, ið er ættað úr Vági. Í Porsanger kommunu búgva nógvir sámar, men norska kúgingarherferðin hevur havt við sær, at ein stórur partur av teimum ikki vil kennast við uppruna sín. Lagt til rættis Bergljót D. Hentze og Dagmar Joensen Næs. Upptøkur og sett saman Bjarni Rubeksen. Almenn arbeiðspláss eru tey hjá landi, kommunum, ríkisstovnum og almennum partafeløgum, og upp í arbeiðsmegina verða øll roknað, sum eru eldri enn 15 ár og hava arbeiði. Tá nólsoyingar skuldu heim frá mótmælistiltakinum, stóðu umleið 30 fólk eftir á Bursatanga, sum ikki sloppu við Ternuni túrin klokkan 16.20. Orsøkin er, at Mango TV vísti hvørki írska ella albanska sangin í semifinaluni týskvøldið, og rásin vísti heldur ikki nakað, sum hevði við kynsligar minnilutar at gera. Til fyrru semifinaluna týskvøldið sóust fólk millum annað veittra við fløggum við ælabogalitum, men hesi brot vórðu klipt úr sendingini, og rásin vísti ikki írska og albanska sangin. Írska framførslan snýr seg um tveir menn, sum dansa saman, og tað er fallið Kina fyri bróstið, og at albansku sangararnir høvdu stórar tatoveringar. Í januar sett Kina forboð fyri at vísa tatoveringar í sjónvarpi. European Broadcasting Union, EBU, hevur nú bannað kinesisku sjónvarpsrásini at vísa finaluna í kappingini, sum verður í annaðkvøld. Um Norðurkorea tekur fet til eina skjóta avdubbing, er USA til reiðar at arbeiða saman við Norðurkorea, soleiðis at tey kunnu fáa vælferð saman við suðurkoreansku vinum okkara, sigur Mike Pompeo. Teir báðir uttanríkisharrarnir hittust í sambandi við fyrireikingar av toppfundinum millum amerikanska forsetan, Donald Trump, og Norðurkoreanska leiðaran, Kim Jong.un. Tann fundurin verður í Singapor tann 12. juni. Tað var á fundi tann 30.apríl, at Runavíkar býráð samtykti broytingar í býarplaninum og almennu byggisamtyktini fyri Runavíkar kommunu. Tórshavnar kommuna heitti fyrr í vikuni á borgarar um at senda kommununi arbeiðsuppskot, sum tey ungu kunnu fáast við í summar. Og ikki færri enn 60 arbeiðsuppskot eru komin inn longu, sigur Tórshavnar kommuna á heimsíðu síni. Tað eru teir tríggir føroyingarnir Niklas Olsen, Jákup Jacobsen og Jógvan Clementsen, sum saman við Isaac Giesen úr Nýsæland, hava róð bátin, Saga, tvørtur um Atlanshav. Rúni Winther Johnsen, sum er talsmaður fyri manningina, sigur í morgun við Kringvarpið, at Saga væntandi kemur til Kuba um 23 tíðina í kvøld. Manningin hevur ætlanir um at stroyma beinleiðis tá, men enn er ikki greitt, hvussu sambandið er har á leiðini. Tá ferðin byrjaði í Portugal í februar, taldi manningin seks mans, men tveir teirra valdu at fara av bátinum, tá ferðin bleiv seinkað orsakað av veðri. Eftir ein lítlan steðg á Kuba, har tað eisini verður skipað fyri hátíðarhaldi, er ætlanin at fara til Miami í USA, har ferðin veruliga endar. Klokkan 22 í gjárkvøldið slitnaði í samráðingunum millum arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevarafelagið, og semingsstovnurin var boðsendur. Arbeiðarafeløgini hava kravt eina lønarhækkan, sum ger, at eisini arbeiðsfólk fáa lut í søguligu góðu tíðunum sum eru. Eisini hevur vigað tungt hjá feløgunum at fáa eina áseting um órímiliga uppsøgn í sáttmálan. Sum liður í at styrkja um trygdina á Tórsvølli í samband við landsdystir, fer Fótbóltssamband Føroya í næstum at útbúgva vaktarfólkini. Í farnu viku fingu fyrstu føroyingarnir prógv sum UEFA Steward instruktørar. Vit skulu sjálvandi ikki gera tað verri enn tað er, tí veruleikin er tann, at vit so gott sum ongantíð hava havt trupulleikar av okkara áskoðarum. Men vit verða noyddir at fylgja teimum krøvum, sum UEFA setir, og tí eru vit farin í gongd við at útbúgva vaktarfólkinini, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari í FSF, á heimasíðuni fsf.fo. Krøvini til Fótbóltssamband Føroya gerast alsamt harðari, og serliga til altjóða dystir á heimavølli verða stór krøv sett til trygdina kring vøllin og í sambandi við sjálvan dystin. Í hesum sambandi er europeiska fótbóltssamgongan, UEFA, farin undir at útbúgva vaktarfólk, ið skulu syrgja fyri, at alt gongur rætt fyri seg. Í fyrstu atløgu hava fimm føroyingar verið á skeið hjá UEFA, og hava fingið prógv sum UEFA Steward instruktørar. Teir fimm eru Terji Nielsen, Jan Otto Holm, Martin Berg, Hallgrím Hansen og Helgi Justinussen. Hesir fara í næstum vegna FSF at skipa fyri skeiðum og at útbúgva trygdarfólkini, so trygdin, tænastan og alt annað, ið vaktarfólkini hava ábyrgd av til landsdystir, verður uppraðfest. Næsti dystur hjá føroyska A landsliðnum við monnum verður á Tórsvølli fríggjadagin 7. september, tá Malta kemur á vitjan í fyrsta dystinum í Nations League. Ein gomul genta nassar upp á mammu sína, og hetta øsir systrina. Ein kvinna vil hava harðskap framdan av kvinnum mótvegis monnum á breddan, og ósemja er hjá silvurbrúðarpari, um hvør eigur at verða boðin til stóru veitsluna. Fyrrverandi landsstýriskvinnan og núverandi fólkatingslimurin, Aleqa Hammond, fer at sita í grønlendska landstingunum, Inatsisartut. Á valinum, sum var í apríl mánaði, fekk Aleqa Hammond bara 171 persónligar atkvøður, og tað var ikki nóg mikið til at sleppa inn í tingið í fyrstu atløgu. Hann fekk 698 persónligar atkvøður og er formaður í flokkinum Nunatta Qitornai, meðan Aleqa Hammond er nummar tvey á listanum fyri sama flokk. Síðani summarið 2015 hevur Aleqa Hammond sitið á Fólkatingi, men bleiv koyrd frá, eftir at tað kom fram, at hon hevði misbrúkt eitt gjaldskort frá Fólkatinginum. Síðani hevur hon verið uttanflokkatingkvinna, inn til hon herfyri kom í flokkin Nunatta Qitornai. Hetta hendir, eftir at amerikanski forsetin fyrr í vikuni tók USA burtur úr avtaluni og boðaði frá, at strong fíggjarlig revsitiltøk aftur verða sett í verk móti Iran. Angela Merkel, samveldiskanslari, hevur tosað við russiska forsetan, Vladimir Putin, og bretski forsætisráðharrin, Theresa May, hevur verið í sambandi við Donald Trump, forseta, um støðuna. BBC skrivar, at franskir ráðharrar hava verið sera hvassir í sínum almennu atginningum móti avgerðini hjá USA, sum sambært teimum fer at svíða illa hjá stórum europeiskum fyritøkum, nú amerikanska handilsbannið móti Iran verður sett í gildi aftur. Og tað er helst ein orsøk til, at vit hava lesiveikar og lesisterkar flokkar í Føroyum, sum Málmenning staðfesti fyri tveimum vikum síðan. Í undankappingini í gjár hevði Hydra eina stak góða framførslu, sum gav teimum 14,55 stig, og var hetta nóg mikið til eitt pláss í finaluni í dag, og tað fegnast tær um. Eyð Strøm, venjari hjá Hydra, sigur, at hóast tær vunnu sær eitt finalupláss í gjár, so kann framførslan betrast eitt sindur til finaluna í dag. Team Hydra endaði sum nummar 11 av 12 liðum í finaluni. Sambært venjaranum Eyð Strøm, gekk framførslan í finaluni ikki heilt sum ætlað, men finaluplássið var eitt mál í sjálvum sær, og kappingin er á einum sera høgum støði, so kvinnurnar eru sera fegnar um úrslitið, sigur Eyð Strøm. Sangurin Toy snýr seg um Metoo rørsluna og um happing, og sangurin hevur verið væl umtóktur á sosialu miðlunum seinastu mánaðarnar. Tað var tó ein heldur hendingarík atkvøðugreiðsla, sum í ár var deild upp í tveir partar. Fyrst skuldu dómsnevndirnar úr hvørjum landi geva stig, og síðani skuldu hyggjaraatkvøðurnar latast. Eysturíki og Svøríki lóu á odda, eftir at atkvøðurnar hjá dómsnevndunum vóru givnar. Men hyggjarar høvdu tveir heilt aðrar favorittar Ísrael og Kypern. Tað var tó Ísrael, sum fekk flestu atkvøður frá hyggjarum og vann Eurovision 2018. Í takkatalu síni takkaði Netta hyggjararum fyri, at teir tordu at atkvøða fyri einum øðrvísi sangi. Ein 29 ára gamal maður doyði og fýra fingu løstir, tá ein maður í gjárkvøldið leyp á fólk á gøtuni í París, og stak tey við einum knívi. Emmanuel Macron, forseti í Fraklandi, rósar løgregluni fyri handfaringini, og sigur, at Frakland aftur hevur betalt ein høgan prís, men ikki vil lata seg kúga av fíggindum av frælsinum. IS hevur tikið ábyrgdina av álopinum, og franska løgreglan hevur boðað frá, at gerningsmaðurin er føddur í 1997 og er ættaður úr Tjetjenia. Bakkafrost hevur seinasta áratíggju havt økt fokus á at menna amerikanska marknaðin, og við keypinum av North Landing fer Bakkafrost at hava betri marknaðaratgongd og fer at kunna bjóða breiðari tænastu til kundarnar í einum av størstu marknaðunum av laksi í heiminum, skrivar fyritøkan. North Landing er eitt amerikanskt sølufelag, sum selir laks á amerikansku eysturstrondini. Søluskrivstovan við bæði køli og frysti goymslu er í Clifton, New Jersey. North Landing var fyrsta amerikanska felagið, sum innflutti feskan laks úr Føroyum, og hevur verið kundi hjá Bakkafrost í meiri enn 10 ár. 36 fólk eru í starvi hjá North Landing. North Landing verður skipað sum eitt sjálvstøðugt dótturfelag hjá P F Bakkafrost. Øll handils og viðskiftaviðurskifti við North Landing áðrenn og aftan á keypið verða óbroytt. North Landing fer at bjóða somu vørur og tænastur sum áðrenn keypið. Føroya Arbeiðarafelag bjóðar nú lokalfeløgunum til kunningarfund, har ætlanin er at kunna um sáttmálasamráðingarnar, sum eru í løtuni, og at viðgerða støðuna á arbeiðsmarknaðinum sum heild. Sáttmálasamráðingarnar millum Føroya Arbeiðsgevarafelag arbeiðarafeløgini slitnaðu í gjár , og semingsstovnurin kom upp í og longdi sáttmálarnar til 18. mai. Tað er neyðugt at greiða frá gongdini, nú sáttmálasamráðingarnar eru slitnaðar hvør leikluturin hjá teimum ymisku pørtunum er, og hvat tað merkir ítøkiliga, at semingsstovnurin er innkallaður, sigur Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag í tíðindaskrivinum. Eitt møguligt verkfall ella verkbann kann ikki fráboðast fyrr enn semingsstovnurin hevur roynt semingsroynd, og tá kemur verkfallið í fyrsta lagi í gildi 48 tímar seinni. Føroya Arbeiðarafelag hevur havt 4 verkføll seinastu 50 árini, og eitt verkbann hevur verið. Seinast Semingsstovnurin var uppi í sáttmálasamráðing millum arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevarafelagið var í 2010. Drúgva ferðin, sum byrjaði í februar í ár, fekk ein enda í gjárkvøldið, tá rógvararnir umborð á bátinum Saga komu til Kuba aftaná at hava róð í 74 dagar. Teir vóru svangir og sera troyttir, men ferðin hevur gingið væl og verið eitt stórt upplivilsi. Serliga eru rógvararnir ovfarnir av, hvussu nógv kroppurin megnar, tá hann er undir so stórum trýsti. Tað segði Jákup Jacobsen, tá útvarpið fekk orðið á hann um 23 tíðina í gjárkvøldið. Tá lá bátur og manning við eina boyu í havnalagnum í býnnum Barracoa og bíðaðu eftir tollmyndugleikunum. Rógvararnir verða í Kuba í nakrar dagar og fara millum annað at vitja Danska kubanska vinarfelagsskapin, sum skipar fyri hátíðarhaldi fyri rógvarunum í Havana. Síðani rógva teir úr Havana til Miami í Florida, og tekur hesin teinurin 2 dagar at rógva. Tá hava teir fýra menninir umborð á Saga róð tilsamans 13.000 kilometrar. Eitt av endamálunum við túrinum, sum hevur fingið heitið Row for water , var at savna pengar inn til vatnbrunnar í Somalia. Málið var at savna inn 100.000 krónur, so til ber at hjálpa 50.000 fólkum, eins nógv fólk, ið búgva í Føroyum. Men enn er ikki komið heilt á mál við hesum. Higartil eru pengar konir inn til tveir vatnbrunnar. Tað eru serliga danskarar og útlendingar, sum hava stuðlað. Føroyingar hava higartil latið um 5000 krónur til verkætlanina. Til ber tó framvegis til at stuðla á heimasíðuni rowforwater.org . Tilsamans vórðu tríggjar bumbur sprongdar, og vórðu bumburnar sprongdar við tríggjar ymiskar kirkjur í Surabaya, sum er næststørsti býurin í Indonesia. Ein mamma og tvær døtur hennara, sum vóru 9 og 12 ár, sprongdu seg sjálvar við eina kristna kirkju. Pápin koyrdi í einum bili, sum varð fyltur við spreingievnum, og rendi inn í kirkju, sum hoyrdi til hvítusunnurørsluna. Ebolasmittan er staðfest í avbyrgda økinum Bikoro í Fólkaræðislýðveldinum Kongo, bara eitt ár eftir, at smittan gjørdi um seg í seinast. Um smittan ikki verður steðgað í økinum, har hon er staðfest í løtuni, kann smittan spjaða seg ógviliga skjótt eisini til onnur lond, sigur Line Hermansen, samskiftisstjóri í neyðhjálparfelagskapinum Unicef Danmark. Í Bikoro økinum er eingin streymur og bara nakrir fáir asfalteraðir vegir eru til økið, og tað ger neyðhjálpararbeiðið alsamt truplari. Harafturat hevur forsetin í Kongo nokta altjóða hjálp, og tískil er tað sera torført at basa sjúkuni. Tað er sera trupult at arbeiða í Kongo, tí neyðhjálpar og politisku viðurskiftini har eru sera fløkt, sigur samskiftisstjórin í Unicef Danmark. Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, nú nólsoyingar og fólk av útoyggj fríggjadagin mótmæltu at onki avloysaraskip er funnið enn, og kravdu at strandferðslan verður raðfest hægri. Aksel V. Johannesen sigur eisini, at arbeitt verður við at kanna, um til ber at broyta prísskipanina fyri ferðaseðlar, soleiðis at serliga útlendingar rinda meira fyri ferðaseðlarnar, enn tey sum búgva fast á oyggjunum. Hetta arbeiðið verður væntandi liðugt aftaná Ólavsøku. Bakkafrost hevur keypt amerikanska sølufelagið North Landing í USA fyri at fáa betri atgongd til amerikanska marknaðinum, og fyri at varðveita eitt gott kappingarføri og eina góða kappingarstøðu á marknaðinum, tá tíðirnar gerast verri. Tað sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti. Hann heldur eisini, at tað er ein fyrimunur at hava lagur og skrivstovu á amerikanska marknaðinum. Bakkafrost hevur seinasta áratíggju havt økt fokus á at menna amerikanska marknaðin, sum er ein av størstu marknaðunum av laksi í heiminum. Alifyritøkan hevur undirskrivað treytaða keypsavtalu við eigararnar av North Landing um at keypa allan partapeningin í North Landing Ltd, og væntast kann at keypið er endaliga góðkent 25. mai. North Landing er eitt amerikanskt sølufelag, sum selir laks á amerikansku eysturstrondini. Søluskrivstovan hjá North Landind við køli og frysti goymslu er í Clifton, New Jersey. North Landing var fyrsta amerikanska felagið, sum innflutti feskan laks úr Føroyum, og hevur verið kundi hjá Bakkafrost í meiri enn 10 ár. 36 fólk eru í starvi hjá North Landing, sum framyvir verður skipað sum eitt sjálvstøðugt dótturfelag hjá P F Bakkafrost. B36 Skála 5 1 3 0 30 minuttir 1 0 Eli F. Nielsen 35 minuttir 2 0 Kaimar Saag 36 minuttir 3 0 Meinhard Olsen 62 minuttir 4 0 Kaimar Saag 72 minuttir 5 0 Kaimar Saag 87 minuttir 5 1 Edvin Jacobsen Sirið Stenberg sigur í viðmerkingunum til uppskotið, at soleiðis sum skipanin hevur ment seg, verða flestu uppgávur, sum visitasjónsnevndin skuldi loysa fyri politiska myndugleikan, nú loystar minst líka væl ella betur av sjúkrahúsverkinum sjálvum. Frammanundan kundu allir yvirlæknar í sjúkrahúsverkinum gera av at senda sjúklingar til viðgerðar í Danmark, og við loyvi frá landsstýrismanninum kundu yvirlæknar eisini senda sjúklingar til viðgerðar í øðrum londum enn Danmark. Í 2011 varð Uttanlandstænastan skipað sum ein stápseind á Landssjúkrahúsinbum. Uppgávan hjá Uttanlandstænastuni fevnir um at samskipa sjúklingaferðir og sjúklingatilgongdir uttanlands. Í 2013 varð fíggjarliga ábyrgdin av játtanini til serviðgerð uttanlands flutt til sjúkrahúsini. Endamálið við broytingini var at fáa ávísingarrættin og fíggjarligu ábyrgdina at verða tættari hvørjum øðrum. Landsstýriskvinnan í heilsumálum sigur, at uppgávurnar, sum visitasjónsnevndin varð skipað til at loysa, nú verða loystar av sjúkrahúsverkinum sjálvum, og tí hevur visitasjónsnevndin sjálv mælt landsstýriskvinnuni til formliga at taka nevndina av. Amerikanski forsetin, Donald Trump, fer at halda sjónvarpsrøðu fyri 800 innbodnum gestum, og tá hátíðarhaldið er, fer USA at viðurkenna Jerusalem sum ísraelskan høvuðsstað býin, sum kristin, muslimar og jødar hava stríðst um í meira enn túsund ár. Higartil hevur Jerusalem verið býttur millum Ísrael og palestinska sjálvstýrið, men í desember í fjør avgjørdi Donald Trump at flyta amerikansku sendistovuna úr Telaviv til Jerusalem, samstundis sum USA fór at viðurkenna Jerusalem sum ísraelskan høvuðsstað. Altjóða samfelagið við ST á odda sigur, at støðan hjá Jerusalem skal avgerast við samráðingum millum partarnar, og onnur lond hava tí havt sínar sendistovur í Telaviv. Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, er fegin um avgerðina hjá Trump at viðurkenna Jerusalem sum ísraelskan høvuðsstað. Jerusalem hevur verið høvuðsstaður hjá jødiska fólkinum í meira enn 3.000 ár, og hann hevur verið ísraelskur høvuðsstaður í 70 ár. Forsetin í palestinsku sjálvstýrisøkjunum, Mahmoud Abbas, sigur, at avgerðin hjá USA at flyta sendistovuna til Jerusalem er ein provokasjón móti palestinska fólkinum. Samráðingarleiðarin hjá PLO, Saeb Erekat, hevur heitt á diplomatar í øllum londum um at boykotta hátíðarhaldið á amerikansku sendistovuni í Jerusalem í dag. Og leiðarin í Hamas rørlsuni, Yahya Sinwar, hevur gjørt greitt, at fleiri hundrað túsund palestinar fara at ganga kravgongu úr Gaza til Jerusalem. Fimmstjørnurørslan, sum vann stórsigur á valinum í mars, og mið høgra samgongan eru eftir øllum at døma samd um eitt samgonguskjal og at tilnevna ein forsætisráðharra. Italska tíðindastovan, IGI, skrivar, at formaðurin í Fimmstjørnurørsluni hevði eina stutta telefonsamrøðu við forsetan í gjárkvøldið, har hann greiddi frá, at floksleiðararnir eru til reiðar at kunngera navnið á forsætisráðharranum í dag. Tórshavnar kommuna letur í ár 175.000 krónur í stuðli til verkætlanir, sum menna vitanina um umhvørvið, virka dálkingarfyribyrgjandi, virka orku og tilfeingissparandi, verja landsløg, djóra og plantusløg og kunna almenningin um umhvørvisviðurkskifti. Lítli skúli fær 25.000 krónur., Eigarafelagið í Tórsbyrgi, Lágargarður, Boðanesheimið og grannar fáa 75.000 krónur, og náttúrulærararnir í Eysturskúlanum fáa 75.000 krónur. Diskosuppan skipar fyri supputiltøkum, har allur maturin, sum verður nýttur í suppuni, er fingin ókeypis frá handlum og heilsølum eitt leygarkvøld, matur, sum annars hevði blivin tveittur burtur. Landsvegur verður gjørdur frá tunnilsmunnanum Trongisvágsmegin til verandi landsveg í Trongisvági, og hann verður umleið ein kilometur. Næsta ár er ætlanin at játta 52 milliónir krónur til byggiarbeiði, 105 milliónir í 2020, 102 milliónir í 2021, og í 2022 er ætlanin at seta tær seinastu seks milliónir krónurnar til seinastu snøklarnar. USA fer at samstarva við sínar evropeisku sameindu um eina nýggja avtalu, sum gongur ímóti skaðiliga iranska atburðinum, sum USA tekur til. Tað sigur amerikanski uttanríkisráðharrin, Mike Pompeo, eftir at Týskland og Frakland siga seg stúra fyri, at amerikansku tiltøkini móti Iran fara at kosta arbeiðspláss í Evropa. ES londini gjørdu í 2015 saman við USA, Kina og Russlandi avtalu við Iran um kjarnorkuna, men nú hevur Donald Trump, forseti, boðað frá, at hann tekur USA úr avtaluni. ES heldur, at avtalan, sum varð gjørd í 2015, tryggjar, at USA ikki mennir kjarnorkuvápn, og tí eigur hon framvegis at vera í gildi. USA ætlar eisini at revsa evropeiskar fyritøkur, sum handla við Iran, og tað kann fara at kosta evropeisk arbeiðspláss, siga Frakland og Týskland. Franski uttanríkisráðharrin hevur sagt, at tað kann ikki góðtakast, at evropeisk lond skulu gjalda fyri, at USA tekur seg burtur úr avtaluni við Iran, tá USA var við til at gera avtaluna. Nýggja landsstýrið í Grønlandi ætlar, at allir pensjónistar skulu varðveita grundarupphæddina í pensjónini, sama um pensjónisturin hevur inntøku ella ikki, skrivar Sermitsiaq . Í samgonguskjalinum hjá nýggju landsstýrissamgonguni stendur, at í 2019 skal bera til at hava arbeiðsinntøku, uttan at hon rakar grundarupphæddina í pensjónini. Siumut hevði grundarupphæddina í valskránni upp undir landstingsvalið, og flokkurin metti, at skipanin fer at kosta 23,6 milliónir krónur um árið. Tey, sum finnast at ætlanini hjá landsstýrinum, siga, at pensjónistarnir fara at gjalda fullu grundarupphæddina sjálvir, tí teir verða longur á arbeiðsmarknaðinum. Tað var Aksel V. Johannessen, løgmaður, sum avdúkaði hetta á Íverksetaradegnum í Østrøm fríggjadagin. Løgmaður vísti í síni grundgeving á, at Gómagott er ímyndin av íverksetan. Tað var í 2014, at Kirsten Hammer, saman við manni sínum Høgna, fór undir at gera meira burtur úr sínum frítíðarítrivi at gera konfekt. At byrja við var talan um at selja á jólasølum og festivalum. Sama ár varð farið undir veruliga framleiðslu. Árið eftir fann fyritøkan eitt niðurlagt bakarí í eysturbýnum í Havn og fekk góðkenning til framleiðslu har. Málið við yvirgangsatsóknini í morgun var ein løgreglustøð, og eisini hesaferð var talan um eina familju við børnum, sum framdi álopið. Tey fimm í familjuni koyrdu á tveimum motorsúkklum og sprongdu sínar bumbur við eina vegforðing uttanfyri løgregluhøvuðsstøðina í Surabaya. Fýra av álopsfólkunum lótu lív, men átta ára gamla dóttirin slongdist av motorsúkkluni í sambandi við hørðu spreingingina, og hon slapp við lívinum. Pápin í familjuni var í bili og sprongdi sína bumbu uttanfyri eina kirkju. 16 og 18 ára gomlu synir hansara koyrdu á motorsúkklu og sprongdu sínar bumbur uttanfyri eina aðra kirkju. Áðrenn pápin sprongdi seg í luftina, koyrdi hann konu sína og 9 og 12 ára gomlu døtur sínar til eina triðju kirkju. Tær høvdu hvør sítt bumbubelti um miðjuna, sum tær sprongdu uttanfyri kirkjuna. Fleiri serfrøðingar hava ávarað um, at trupulleikin við víðgongdum og yvirgangsatsóknum fer at økjast í Indonesia, tá indonesar, sum hava verið í kríggið fyri IS í Sýria, venda heimaftur. 1 Tveir beiggar koyrdu á koyrdu á motorsúkklu og sprongdu sínar bumbur uttanfyri eina katólska kirkju klokkan 07.30 sunnumorgun, lokala tíð. 3 Mamman við 9 og 12 ára gomlu døtur sínari høvdu hvør sítt bumbubelti um miðjuna, sum tær sprongdu uttanfyri eina kristna kirkju fáa minuttir eftir seinna bumbuálopið. 5 Bumbuálopið mánamorgun varð ein løgreglustøð, og eisini hesaferð var talan um eina familju við børnum, sum framdi álopið. Bumban brast umleið 08 50, lokala tíð. RNP er ein innflúgvingarskipan, sum hjálpir flogførum at flúgva bestu leiðina á flogvøllin millum annað í ringum sýni. Og nú hevur Vága Floghavn fingið egna RNP skipan. Vit eru ein flogvøllur, sum ynskja at vera dagførd tøkniliga. Vit ynskja at gera flogvøllin atkomulig fyri øll. So nei, eg vil ikki siga, at vit gera kappingarførið verri hjá Atlantic. Hetta er ein tænasta, sum vit veita til flogfeløg, sum ynskja at flúgva til Føroyar, sigur stjórin á Vága Floghavn, Gudny Langaard. Fyri at kunna brúka skipanina krevst loyvi frá danska Ferðslustýrinum, og hjá SAS bíða tey nú eftir hesum loyvi, áðrenn tey fara undir at brúka skipanina. Undir Vørðubrekku er fyrsta hús uttanfyri Lítlahamar í Nesi. Har bygdu Jenis av Gørðum og Marianna úr Skálum. Tey mistu einasta sonin undir Íslandi, og í einum ódnarveðri rivu húsini so illa, at ikki var búgvandi í teimum. Á Gørðum giftist fáminingurin Jenis Ludvig, nevndur Risin, við Mariu.Tey fingu fimm synir og tvær døtur. Allir synirnir búsettust í Nesi. Úr húsinum uttan Garða komu Dánjal og Jákup Berg. Dánjal bygdi á Breyt og Jákup oman fyri húsini á Gørðum. Hann gift ist Petrinu úr Froðba. Eitt yngri hús í Nesi er á Brekkuni, sum Tummas á Bakkanum og Jóhanna Hendriksen av Sandi bygdu í 1880unum. 16 palistinar eru dripnir í Gaza í da. Tíðindastovan, AFP, skrivar, at palistinarnir lótu lív í samanbrestum við ísrealsku hermegina á markinum millum Gaza og Ísrael, har ófriðarligt hevur verið fyrrapartin. Samanbrestirnir verða settir í samband við, at tað í dag eru liðin 70 ár, síðani ríkið Ísrael varð stovnað, og samstundis flytur amerikanska sendistovan í Telaviv til Jerusalem. Eygleiðarar høvdu roknað við ófriði og samanbrestum, tí amerikanska stigið at flyta sendistovuna til Jerusalem verður mett sum ein provokatión. Seinni í dag fer amerikanski forsetin, Donald Trump, at halda sjónvarpsrøðu fyri 800 innbodnum gestum, og tá hátíðarhaldið er, fer USA at viðurkenna Jerusalem sum ísraelskan høvuðsstað býin, sum kristin, muslimar og jødar hava stríðst um í meira enn túsund ár. Higartil hevur Jerusalem verið býttur millum Ísrael og palestinska sjálvstýrið, men í desember í fjør avgjørdi Donald Trump at flyta amerikansku sendistovuna úr Telaviv til Jerusalem, samstundis sum USA fór at viðurkenna Jerusalem sum ísraelskan høvuðsstað. Altjóða samfelagið við ST á odda sigur, at støðan hjá Jerusalem skal avgerast við samráðingum millum partarnar, og onnur lond hava tí havt sínar sendistovur í Telaviv. Umframt at 16 fólk hava latið lív í samanbrestum millum palistinsk mótmælisfólk og ísrelsku hermegina hava okkurt um 500 fólk fingið skaða. Sambært AFP eru í minsta lagi 69 fólk rakt av skotum. Samráðingarleiðarin hjá PLO, Saeb Erekat, hevur heitt á diplomatar í øllum londum um at boykotta hátíðarhaldið á amerikansku sendistovuni í Jerusalem í dag. Og leiðarin í Hamas rørlsuni, Yahya Sinwar, hevur gjørt greitt, at fleiri hundrað túsund palestinar fara at ganga kravgongu úr Gaza til Jerusalem. Tað var og er heldur ikki ætlanin hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, at manningarnar skulu gjalda fyri kvoturnar, sum verða keyptar á uppboðssølu. Reiðarar fara nú at draga kostnaðin fyri at keypa kvotur á uppboðssølu frá, áðrenn manningin fær sín sáttmálaásetta prosentpart av tí, sum skipið fiskar fyri. Stefan í Skorini, stjóri í Reiðarafelagnum, vísir á ein gerðarættarúrskurð frá 2013, har tað varð staðfest, at reiðarar høvdu rætt til at draga útreiðslur frá uppboðssøluni í 2011 frá, áðrenn manningin varð avroknað Vágar Airport has installed new so called required navigation performance RNP technology, which allows aircraft to fly a specific path between two 3D defined points in space. Jóhanna á Bergi, CEO of Atlantic Airways, is critical of Vágar Airport s decision to install this technology, saying this is to be regarded as direct support of Atlantic s rival airline, SAS. Tvey kommunulæknastørv eru komin afturat í høvuðsstaðnum. Eitt kommunulæknastarv er komið afturat á Skálafjørðinum, og eitt starv afturat er á veg í Klaksvík. Hendrik Jacobsen greiðir frá søguni og ymiskum viðurskiftum á Skipanesi. Tá hann gekk á læraraskúla, skrivaði hann eina drúgva uppgávu um heimbygdina Skipanes. Hann sigur, at Skipanes er gamalt navn. Tróndur í Gøtu hevði skipahavn inni við Skipanes á Skálafjørðinum. Seinni hava gøtumenn eisini havt Tróndarneyst á Skipanesi og bát at føra torv við og størri bát at rógva til Havnar við, tá ikki var farandi við báti úr Gøtu suður um. Anna og Jóannes Pauli Johannesen búgva á Sólteigi á Skipanesi og her dámar teimum væl. Hon er undan Gøtueiði og hann er miðvingur. Anna heldur, at tað er keðiligt at bygdirnar Skipanes og Undir Gøtueiði eru í hvør sínari kommunu. Tær eru ávikavist í Runavíkar Kommunu og Eysturkommunu og tí fara børnini hvør sín veg í skúla, sigur hon. David á Brúnni býr í gomlu húsunum í Grótinum. Hann harmast um, at fólk hava so stóran skund í ferðsluni. Nógvir bilar yvirhála beint uttanfyri húsini, hóast tað er í bygdum øki. Hann gleðir seg til at Eysturoyartunnilin verður tikin í brúk, tí tá fer ferðslan á Skipanesi at minka. Heidi Zachariassen av Skála og Jens á Líknargøtu úr Saltangará keyptu hús á Skipanesi fyri hálvumfjórða ári síðani og bæði síggja heimbygdina av Skipanesi. Tey trívast væl her. Tey siga, at bilarnir koyra alt ov skjótt gjøgnum Skipanes. Hvønn dag síggja tey svakar yvirhálingar og Heidi sigur, at tá hon skal trilla lítla Sigurð, sum er 10 mánaðir, fer hon oman á Niðaraveg, tí ferðslan á høvuðsvegnum er so nógv. Dánjal Poulsen hevur altíð búð á Skipanesi. Hann sigur at tað er hugaligt nú lombini koma. Honum dámar væl at ærnar lemba seint, tí tá er gróðurin komin. Tove og Dávur Nielsen búgva á Niðaravegi. Í kvøld hevur Tove vitjan av trimum øðrum pedagogum, sum hon læs saman við á netinum til pedagog. Tær hittast javnan. Dávur, sum er ættaður úr Trongisvági, sigur, at har suðuri vistu tey ikki hvar hann var endaður, tá hann tosaði um Skipanes. Hann er fallin væl til her. Á Landssjúkrahúsinum hava tey seinastu 23 árini skrásett og samanborið allar krabbameinstilburðir í Føroyum við grannalondini. Úrslitini eru merkisverd. Sambært semingsmanninum er semingsroyndin tó langt frá komin hartil, at semingsuppskot kann leggjast fyri partarnar at taka støðu til. Dømi um hesi øki kunnu vera øki, sum landafrøðiliga eru avsíðis, hava vánaligt flutningssamband ella víkja frá høvðusøkinum viðvíkjandi atgongd til sjófeingi, broyting í fólkatali og arbeiðsloysi, stendur í kunngerðini. Samanbrestirnir millum palestinar í Gaza og ísraelskar hermenn í gjár vóru teir ringastu síðani 2014, og sjúkrahúskeldur siga, at í minsta lagi 57 palestinarar hava latið lív. Í gjár vórðu liðin 70 ár, síðani ísraelska ríkið varð stovnað, og samstundis læt USA sendistovu upp í Jerusalem. USA hevur eisini viðurkent Jerusalem sum ísraelskan høvuðsstað. Antonio Guterees, ST aðalskrivari, er stúrin um gongdina á markinum millum Gaza og Ísrael, og hann hevur heitt á báðar partar um at binda frið. Suðurafrika og Turkaland hevur boðsent sínum sendiharrum í Ísrael um at koma heim, og Turkaland hevur eisini boðsent sendiharra sínum í USA um at koma heim til viðtalu. Fyrrverandi leiðarin, Carles Puigdemont, skeyt fyri fáum døgum síðan upp at velja Quim Torra, sum er íðin tjóðskaparmaður, og sum vil hava loysing frá Spania. 66 atkvøddu fyri Quim Torra, men 65, sum eru ímóti, at Katalonia skal loysa frá Spania, atkvøddu ímóti. Fýra tingfólk atkvøddu ikki. Spanski forsætisráðharrin, Mariano Rajoy, skrivaði út val í Katalonia í desember, eftir at hann hevði koyrt stjórnina hjá Puigdemont frá. Klaksvíkar dansifelag eigur og rekur Skálan, sum er bygdur í 1988. Nú felagið hevur ætlanir um at fremja ymiskar umvælingar og ábøtur, hevur Klaksvíkar býráð samtykt at játta felagnum 500.000 krónur í stuðli til endamálið, stendur at lesa á heimasíðuni . Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevndini í Klaksvík, sigur, at Skálin og virksemið har seinastu 30 árini hevur stóran týdning fyri býin og kommununa sum heild. Skálin hevur virkað sum mentanarhús, og tí eiga vit sjálvsagt at gera okkara fyri at tryggja, at hetta kann halda fram í nógv, nógv ár afturat, sigur forkvinnan í Mentanarnevndini í býráðnum í Klaksvík. Jólanátt, páskamorgun, men hvítusunnudagur. Krossur og grøv eru tóm. Sagt verður, at Jesus skuldi doyggja og rísa upp, so menniskjan kundi fáa Heilaga Andan, sum vegleiðir og sannførir. Heilagi Andin er Jesus á foldum. Stjórin væntar, at tað fer tað at taka tað mesta av einum ári at brenna tað, sum er í grótbrotinum okkurt um hálvan annan kilometur frá Leirvík. Kærumálið móti 47 ára gamla dananum, Peder Madsen, sum er dømdur lívlanga fongsulsrevsing fyri at hava dripið svenska journalistin, Kim Wall, kemur fyri landsrættin í heyst. Peder Madsen hevur skotið avgerðina um lívlangt fongsul inn fyri landsrættin, men tann parturin av dóminum, sum snýr seg um, at Peder Madsen er sekur í at hava dripið Kim Wall, er ikki kærdur. Rætturin segði, at tað er prógvað, at Peder Madsen gjølla legði til rættis, hvussu hann skuldi fara við Kim Wall, og síðani drepa hana. Í gjár stóð í grein á in.fo, at ein av journalistunum í Miðlahúsinum hevur verið í Føroya rætti og vitnað, tí viðkomandi hevur følt seg hóttan eftir at hava skrivað um eitt ávíst mál. Hann sigur, at hóttanirnar hava tað við sær, at hann tryggjar sær, at dyrnar við hús eru læstar á kvøldi, og hann leggur merki til skuggar, ið flyta seg uttanfyri. Kanningin kemur fram til, at meir enn ein triðingur av teimum, sum hava ella hava havt sína yrkilsleið á einum fjølmiðli, hava kent seg vera fyri ágangi ella illa viðfarnan í sínum starvi í føroyska fjølmiðlaheiminum. Hann er útbúgvin cand.merc. á Copenhagen Business School, við sergrein í marknaðarføring, samskifti og leiðslu, umframt HA í búskapi og teldufrøði. Kommunulæknafelagið fer ikki at kunna Heilsutrygd um undantøk í verkfalli, hóast Heilsutrygd hevur víst á, at stovnurin kann ikki góðtaka, at tað er so óvist, hvussu tilbúgvingin verður skipað. Stjórin á Heilsutrygd, Egil á Bø hevur fleiri ferðir heitt á Kommunulæknafelagið um at kunna um tilbúgvingarætlanina hjá Kommunulæknafelagnum undir einum møguligum verkfalli. Men Sambært Marjus Dam, formanni í Kommunulæknafelagnum, so ætla tey ikki at kunna Heilsutrygd fyrr enn 24 tímar undan einum møguligum verkfalli, tí kommunulæknafelagið hevur síðan 1. mai ikki havt nakran galdandi sáttmála. Heilsutrygd kann ikki fáa ein sáttmála við kommunulæknafelagið um, hvussu vit arbeiða, tá ið vit ikki hava ein sáttmála, sigur formaðurin í Kommunulæknafelagnum. Í seinasta teldupostinum frá Heilsutrygd til Kommunulæknafelagið, skrivar Egil á Bø, stjóri, millum annað, at Heilsutrygd ikki kann góðtaka óvissuna um, hvussu skipanin fer at virka í einum møguligum verkfalli. Marjus Dam sigur tó, at felagið hevur svarað Heilsutrygd fleiri ferðir, at kommunulæknarnir fara at taka sær av bráðfeingisarbeiði í einum møguligum verkfalli, og at mett verður um tørvin á hjálp í hvørjum einstøkum føri. Felagið hevur ongar royndir í slíkum verkfallstøðum, og tí er tað ómøguligt hjá felagnum neyvt at greiða frá, hvussu mannagongdin verður, sigur formaðurin. Vit hava eina tilbúgvingarætlan klára, og tað er ábyrgdarfult, at vit meta um støðuna frá degi til dags, tí at tað gevur fleksibilitetin, sum skal til, fyri at man kann hava eina tilbúgving, sum er nøktandi, sigur formaðurin í Kommunulæknafelagnum um tilbúgvingarætlanina hjá felagnum. Tað boðar ráðgevin hjá Aksel V Johannesen, løgmanni, frá í dag. Løgmaður vil ikki gera samrøðu við útvarpið um málið, fyrr enn viðgerðin er liðug. Forkvinnan í fíggjarnevndini, Ruth Vang, var annars rættiliga greið í gjár, tá hon segði, at løgtingið hevur staðfest, hvussu tunlarnir skulu raðfestast. Ruth Vang var púra greið í gjár, eftir at Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum segði í tíðindunum, at hann ætlar at raðfesta Fámjinstunnilin fyrst. Hetta hóast at Fíggjarnevndin hevur skrivað í sínum áliti, at Dalstunnilin skal raðfestast fyrst. Hetta er ein stór avbjóðing, segði Ruth Vang, tá útvarpið tosaði við hana í gjárkvøldið.Tað er løgtingið, sum avger, um ein landsstýrismaður situr í sessinum, og álitið á landsstýrismannin er undir trýsti, segði forkvinnan í fíggjarnevndini. Løgmaður er í løtuni ikki sinnaður at gera samrøðu við útvarpið um tunnilsraðfestingina. Ráðgevi hansara, sigur tó, at samgongan viðger tunnilsraðfestingina og fíggingarleistin og fer at koma við eini almennari fráboðan um, hvør avgerðin verður. Vit vildu annars fegin spurt løgmann, um landsstýrið kann taka aðra avgerð enn løgtingið í hesum førinum og, hvat nú fer at henda, eftir at forkvinnan í Fíggjarnevndini hevur boðað frá, at álitið á Henrik Old landsstýrismann er undir trýsti. Kim Fupz Aakesen skrivaði og Borghild Sjúrðarberg týddi til føroyskt. Elin á Rógvi lesur og Leivur Thomsen var tøkningur. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2008. Kim Fupz Aakesen skrivaði og Borghild Sjúrðarberg týddi til føroyskt. Elin á Rógvi lesur og Leivur Thomsen var tøkningur. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2008. Kim Fupz Aakesen skrivaði og Borghild Sjúrðarberg týddi til føroyskt. Elin á Rógvi lesur og Leivur Thomsen var tøkningur. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2008. Kim Fupz Aakesen skrivaði og Borghild Sjúrðarberg týddi til føroyskt. Elin á Rógvi lesur og Leivur Thomsen var tøkningur. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2008. Kim Fupz Aakesen skrivaði og Borghild Sjúrðarberg týddi til føroyskt. Elin á Rógvi lesur og Leivur Thomsen var tøkningur. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2008. Kim Fupz Aakesen skrivaði og Borghild Sjúrðarberg týddi til føroyskt. Elin á Rógvi lesur og Leivur Thomsen var tøkningur. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2008. Tey flestu hava eftirhondini hoyrt um avleiðingarnar av ovurhondsstóru mongdunum av burturkasti, sum verða framleiddar hvønn einasta dag. Vit og skil í eina viku er ein roynd at varpa ljós á hetta evnið við at knýta nakrar persónligar søgur at teimum avbjóðingum, sum stinga seg upp, tá ið minkast skal um burturkastið í húsarhaldinum, og tá ið tað skal skiljast og endurnýtast. Hildur Hentze, leiðari á Kanningardeildini hjá politinum, sigur, at tað er staðfest, at eldurin byrjaði inni, og stongt var allastaðni. Vinnan legði trýst á Fiskimálaráðið um at broyta treytina um føroyskan kaikant, tí móttøkuorkan í Føroyum var avmarkað, og nógvur svartkjaftur var at fáa. Nýggja kunngerðin strikar stutt sagt svartkjaft av listanum í gomlu kunngerðini frá 23. mars, sum nevnir 22 ymisk fiskasløg, sum skulu landast um føroyskan bryggjukant. Tað eru fyrst og fremst grønlendingar, sum skulu gera av, um tilmælið hjá arbeiðsbólkinum, sum hevur verið í Føroyingahavnini og gjørt kostnaðarmeting av uppruddingararbeiðinum, verður fylgt. Umleið 23 milliónir er kostnaðurin av tilmælinum, sum ein arbeiðsbólkur hjá landsverkið og Tjóðsavninum hevur gjørt av uppruddingararbeiðinum í Føroyingahavnini. Metingina hava millum onnur Helgi Johannesen, konstruktørur, Bárður Dam í Baianstovu arkitektur og Erland Viberg Joensen, museumsinsepktørur, gjørt við hjálp frá Max Cecil Weihe, sum er staðkendur eftir at hava verið stjóri á Nordafar frá 1979 til 1981. Arbeiðið er gjørt í tøttum samstarvi við Grønlendska tjóðsavnið. Greiningararbeiðið kemur eftir, at grønlendingar í fleiri ár hava heitt á føroyingar um at rudda upp eftir virkseminum, sum hevur verið í Føroyingahavnini. Tilmælið hjá arbeiðsbólkinum er, at allir bygningar skulu takast niður, síðani skal tilfarið skiljast. Tað, sum kann brennast, skal brennast á báli á staðnum, restin skal tyrvast. Eitt nú asbest jarn og glasull skal tyrvast. Loysnin, sum nevndin mælir til, er tann bíligasta av fleiri møguleikum, sum verða nevndir og merkir, at nakrir motorar og betong grundir verða standandi. Alternativt skal tilfarið burturbeinast og brennast aðrastaðni. Kemur harafturat krav frá grønlendingum um, at grundir og motorar somuleiðis skulu burturbeinast, kann talan vera um upp í móti 60 milliónum krónum, sambært frágreiðingini. Føroyingar eru ikki tey einastu, sum hava havt støðir í Grønlandi. Amerikanarar hava havt nógv virksemi í Grønlandi, og í tí sambandi hevur einki annað verið góðtikið, enn at alt tilfar varð burturbeint frá staðnum og at lendið, sum varð dálkað av olju, varð tikið upp. Størstu postarnir á fíggjarætlanini hava yvirskipaðu heitini upprudding , at gera umráðið í stand og burturbeining av tilfarið , sum allir eru uppá 4 milliónir hvør. Aðrir postar eru burturbeining av jarni, sum verður mett at kosta 2,4 milliónir krónur, burturbeining av av leidningum til 1,2 milliónir og burturbeining av asbest, sum væntandi kostar 80.000 krónur. Fyrsta innslag er úr Listaskálanum, har Várframsýningin hevur hildið til. Ummælari heldur, at hon er ov tunn, og veggirnir ov tómir. Samskipararnir eru ikki heilt samdir. Næsta innslag er heima hjá Signari í Homrum, sum hevði eina sjáldsama fríløtu. Trubadururin tosar um gittarar, um tolna familju og um sjúka hundin. Triðja innslag er úr Kálvalíð, har Beinta Broberg, eisini rópt illa Beinta, helt til. Men Beinta var ikki so ill, sum søgnin vil gera hana til. At liva sum veganari ella vegetar í Føroyum, kann hava sínar avbjóðingar, tí ofta kemur fruktin og grønmeti, sum er at fáa Føroyum, langvegis. Men um rætt verður farið fram og tilber at keypa fruktina, tá hon júst er búnað, ber væl til at liva sum veganari, sigur kostráðgevin, Kirstin Rasmussen við morgunsendingina. Men nú fær Tvørmegi, sum fyrsta venjingarmiðstøð í Føroyum, limaskap í Anti Doping Danmark, og letur tí upp fyri møguleikanum, at ófráboðaðar kanningar verða gjørdar. Bláa skýlið er liður í heildarætlanini fyri stadionøkið, sum við hesum og øðrum komandi verkætlanum fer at lúka altjóða krøv, skrivar heimasíðan hjá Klaksvíkar kommunu . Nú staturin Ísrael í hesum døgum rundar tey sjeyti, er evnið í dagsins TemaTýsdegi Ísrael. Hvat er ein jødi og hvat hevur eyðkent jødiska fólkið eru millum spurningarnar, ið vit seta Hans Holm, landafrøðingi, fyrst í sendingini. Dreymurin um Ísrael ger av álvara vart við seg seinrapartin av 1800 talinum. Vit fáa vitjan av Hans Andriasi Sølvará, søgufrøðingi, ið fer at útgreina ísraelsku søguni farnu 150 árini ella so. Miðeystur er á tremur við góðum tónleiki og Ísrael er onki undantak. Og fyrst í seinra hálvleiki verður livandi tónleikur, tá ið systkini Malan og Heini L tzen fara at framføra á hebraiskum. Eisini fáa vit vitjan av Georges Rouah, ið er ísraeli, sum er búsitandi í Føroyum. Nógvir føroyingar hava stóran tokka til Ísrael og ein teirra er Dánjal Poulsen, ið er formaður í felagnum Føroyar Ísrael. Hesi 70 árini síðani Ísraelski staturin varð settur á stovn, hava verið bæði blóðug og hørð, og dagurin í gjár var onki undantak. Men hvat snýr stríðið í eitt nú Gaza seg um Hesar og aðrar spurningar seta vit Heina í Skorini, ph.d. í altjóða politikki. Og vit avrunda við at práta við nøkur teirra, sum høvdu leitað sær á Vaglið, tá Felagið Føroyar Ísrael mánadagin 14. mai skipaði fyri hátíðarløtu fyri Ísrael. Streamingtænastan Tidal sum rapparin Jay Z eigur 56 milliónir í, sigst hava kunngjørt følsk lurtaratøl í miðlunum, til brúkarar og til investorar. Hetta sigur ein nýggj kanning hjá norska tíðindastovninum Dagens Næringsliv Í Apríl 2016, ein mánaða eftir at fyritøkan í tíðindaskrivi segði seg hava tríggjar milliónir limir gjørdi hon gjaldingar til plátufeløg fyri bert umleið 850,000 brúkarar. Grunda á eina greining hjá norska nettrygdar stovninum CCIS , vóru meira enn 320 milliónir falskar spælingar av sangum á Lemonade og The life of Pablo hjá Kanye West. Tænastan umskipar ein part av síni umseting í mun til tal av lurtingum, so umframt at geva hesum báðum tónleikarunum eina hægri inntøku, ávirkar hetta aðrar tónleikarar og meira enn 1.7 milliónir brúkarar. Tidal, ið hevur sæti í Oslo, noktar ákærurnar, men um ákærurnar eru sannar, er støðan heldur pínlig. Jay Z hevur nevniliga sjálvur lagt fyrrverandi eigararnar undir at falska við tølunum, áðrenn hann keypti fyritøkuna. Skiparin er ákærdur fyri brot á kunngerð frá 2008 um manning á førum minni enn 20 bruttotons í strandarsigling, sum sigla við upp til 12 ferðafólkum. Løgreglan frætti um tilburðin, tá ein kvinna varð flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar. Løgreglan avgjørdi tí at kanna málið við atliti til trygdina hjá ferðafólkum umborð á slíkum bátum. Og hesin hevði ikki størra dugnaskaparsprógvið í sigling, hann hevði ikki góðkent trygdarskeið fyri sjófólk og hann hevði heldur ikki heilsuváttan fyri sjófólk. Felagið, sum eigur bátin, er ákært fyri brot á kunngerð um byggikrøv og útgerð og annað til smærri vinnufør, tí felagið hevði ábyrgdina av, at báturin sigldi við ferðafólki, hóast siglingarloyvið til ferðafólk ikki var endurnýggjað. Málið hevur verið til hoyringar hjá Sjóvinnustýrinum, og nú hevur ákæruvaldið avgjørt at reisa ákæru, og hevur sent Føroya Rætti málið. Orsøkin er ein hernaðarvenjiing, sum amerikanarar halda saman við Suðurkorea. Tað skrivar suðurkoreiska tíðindastovan, Yonhap, sambært AFP. Norðurkorea sigur, at tað hevur einki annað í at velja enn at avlýsa samráðingarnar við Suðurkorea, sum skuldu verða í dag, tí USA og Suðurkorea hava felags hernaðarvenjing. Í 2017 var ísakalt millum NorðurKorea og USA, eftir at Norðurkorea fleiri ferðir ikki aktaði boðum frá USA og altjóða samfelagnum, men helt fram við at royndarspreingja og royndaskjóta skotrakettir. Kim Jong un hitti millum annað suðurkoreiska forsetan, Moon Jae in, á søguligum toppfundi millum koreisku leiðararnar í síðsta mánað. Tá skrivaðu leiðararnir báðir undir samtykt um, at teir skulu arbeiða fyri at eingi kjarnorkuvápn skulu vera á koreisku hálvoynnu. Kim Jong un og Moon Jae in fevndust, eftir at teir høvdu skrivað undir avtaluna, har teir samdust um at fáa varðandi og haldgóðan frið millum londini bæði. Fólkatalið vaks í øllum høvuðsøkjum uttan í Sandoy. Lutfalsliga er nógv størsti vøksturin í Eysturoy, og hóast fólkatalið er næstan tað dupulta í Tórshavnarøkinum, so er vøksturin í tali næstan líka stórur í Eysturoy sum í Tórshavnarøkinum, skrivar Hagstovan. Sambært tølum hjá Hagstovuni, kemst stóra broytingini í gongdini í fólkatalkinum einamest broyttu flytingini. Fráflytingin er nógv minkað, samstundis sum tað hevur verið ein vøkstur í tilflyting. Vit skulu heilt aftur til 1980 fyri at finna so lágt tal fyri fráflytingina, sum tey 1.142, ið fluttu av landinum farna 12 mánaðarskeiðið, skrivar Hagstovan. Sum ein liður í arbeiðinum við Barnasangbók Føroya, hevur Mentamálaráðið skrivað til barnagarðar og vøggustovur, og biðið tey skotið upp góðar og vælumtóktar barnasangir. Hóast sangurin er gamal, fekk hann næstan tvífalt so nógvar atkvøður sum nummar tvey, Eg banki, eg buki , sum er umsettur úr donskum. Freistin var stutt, men kortini komu nógv uppskot inn úr øllum landinum. Tað vísir seg, at nógvir av teimum góðu, gomlu sangunum ganga aftur. Á fundi í Tinganesi í gjár millum løgmann og formannin og næstformannin í Kommunufelagnum varð avrátt, at landsstýrið og Kommunufelagið á hvørjum ári skulu hava í minsta lagi tríggjar yvirskipaðar fundir um áleikandi politisk mál, sum eru um sínámillum viðurskifti. Í okkara grannalondum er vanligt, at land og kommunur hava tætt samskifti, og eg haldi, tað er í tøkum tíma, at vit í Føroyum fáa líknandi skipan í lag, sigur Dennis Holm, formaður í Kommunufelagnum. Orsøkin er ein hernaðarvenjiing, sum amerikanarar halda saman við Suðurkorea. Tað skrivar suðurkoreiska tíðindastovan, Yonhap, sambært AFP. Norðurkorea sigur, at tað hevur einki annað í at velja enn at avlýsa samráðingarnar við Suðurkorea, sum skuldu verða í dag, tí USA og Suðurkorea hava felags hernaðarvenjing. Í 2017 var ísakalt millum Norðurkorea og USA, eftir at Norðurkorea fleiri ferðir ikki aktaði boðum frá USA og altjóða samfelagnum, men helt fram við at royndarspreingja og royndaskjóta skotrakettir. Kim Jong un hitti millum annað suðurkoreiska forsetan, Moon Jae in, á søguligum toppfundi millum koreisku leiðararnar í síðsta mánað. Tá skrivaðu leiðararnir báðir undir samtykt um, at teir skulu arbeiða fyri, at eingi kjarnorkuvápn skulu vera á koreisku hálvoynnu. Kim Jong un og Moon Jae in fevndust, eftir at teir høvdu skrivað undir avtaluna, har teir samdust um at fáa varðandi og haldgóðan frið millum londini bæði, skriva Ritzau og AFP. Amerikanski forsetin, Donald Trump, sigur, at hann hevur einki frætt um, at fundurin er avlýstur, og tí halda fyrireikingarnar fram. Semingsstovnurin hevur fyribils fingið eini høli, sum vóru tóm, í Skibsteds pakkhúsi uttast í Vágsbotni. Har byrjaði fundurin við Kommunulæknafelagið klokkan tíggju í morgun. Pasvikdalurin liggur sum ein norskur kýli millum russiska og finska markið. Dalurin er gamalt samiskt land, men í dag kenna bert heilt fá, ið her búgva, seg sum samar. Teir gomlu samarnir í Pasvik vóru Skoltar. Teir komu upprunaliga eystaneftir úr Russlandi og búsettust í Eysturfinnmørkini og á Kola hálvoynni. Í dag eru skoltarnir helst heimsins minsta fólk. Teir umleið 300 skoltarnir, ið eftir liva, hava kortini ikki givið upp vónina um at endurreisa skoltesamisku mentanina og vinna aftur gomlu rættindi teirra. Lagt til rættis Dagmar Joensen Næs og Bergljót D. Hentze. Upptøkur og red. Bjarni Rubeksen. Sum nakað nýtt bjóðar KVF við hesum framleiðsluna av eini útvarpssending alment út til persónar og fyritøkur við røttu førleikunum at átaka sær fyri eitt fast gjald fyri hvørja sending. Talan er um nýggja útvarpssending í vetrarskránni 2018 19, sum vikuliga skal viðgera allan tíðindaflutning í Føroyum. Niðanfyri er ein nærri lýsing av sendingini og útboðnum. Arbeiðsheiti Pressan miðil Útvarp heimasíða Hvat Ein vikulig útvarpssending í vetrarskránni 2018 19, tað er frá 1. september 2018 til 1. juni 2019. Longd 55 minuttir. Innihald Áleið 25 minuttir frammanundan framleitt innihald og 30 minuttir beinleiðis kjak við skiftandi panelluttakarum. Játtan 5000 krónur pr. sending Staðseting Aktuelt, Kringvarp Føroya Redaktionel ábyrgd Aktuelt Journalistiska útbúgving. Minst trý ára royndir á eini tíðindaredaksjón. Royndir við útvarpsjournalistikki. Gott føroyskt mál, góða útvarpsrødd og gott innlit í føroyskan journalistikk. Lýsing Sendingin skal viðgera tíðindini í vikuni og týðandi rák í journalistikki. Stríðið millum journalistar, lobbyistar, spunasmiðir og politikarar um, hvør skal definera veruleikan er harðari enn nakrantíð áður. Lesarar, lurtarar og hyggjarar vera í dag undirdíktir í mótsigandi tíðindum, tíðindaskrivum, facebooknotum og beinleiðissendingum facebook Live, youtube os.fr. . Tíðindamiðlar eru regluliga fyri atfinningum bæði frá øðrum tíðindamiðlum og frá makthavarum, sum við sosialum miðlum í dag kunnu velja journalistar og miðlar frá, tí teir hava fleiri lesarar á egnum profilum enn tíðindaportalar hava. Verturin á sendingini skal við kønari fakligari hond leiða lurtaran gjøgnum tíðindameldurin og avdúka vánaligan journalistikk, spuna, følsk tíðindi og marknaðarføring dulklødd sum tíðindi. Umframt sjálva útvarpssendingina skal tilboðsgevarin gera eitt reyp ella ein brellibita um komandi sendingina, sum kann sendast í 1 2 dagar frammanundan. Eisini skal ein stutt lýsing í teksti gerast av sendingini hesa vikuna, sum kann leggjast á sosialu miðlarnar. Eftir ætlan verður sendingin send fríggjadag fyrrapart, men tað er møguligt at broyta hesa ætlan, um ynski er um tað. Sendingin skal vera í samsvari við grundvirðini fyri journalistikki í Kringvarpi Føroya. Krøv til tilboðið Eina lýsing av hvussu tú kundi hugsað tær at lagt sendingina til rættis í mun til val av panellutakarum, val av evnum, samstarv við redaktør og leiklutin hjá vertinum. Eitt yvirlit yvir royndir tínar sum journalistur. KVF tilskilar sær rættin til at leggja dent á yrkisføri og persónsmensku hjá verti og á veitingartrygd. KVF tilskilar sær somuleiðis rættin at vraka øll innkomin tilboð. Um tú hevur spurningar til útboðið, kanst tú venda tær til Heina Gaard, virkandi deildarleiðara á Aktuelt, á fartlf 296554 ella teldupost hg kvf.fo. Í minsta lagi níggju av teimum 15 londunum í Trygdarráðnum skulu góðkenna umsóknina, teirra millum skulu vera føstu limirnir Frakland, Kina, Russland, Bretland og USA. Verður umsóknin góðkend í Trygdarráðnum, fer hon víðari til aðalfundin hjá ST, har í minsta lagi tveir triðingar av teimum 193 limalondunum, tað eru 129 lond, skulu atkvøða fyri, skal umsóknin vinna frama. Heilsuhjálparafelag Føroya biður nú sínar 650 limir um at skráseta síni kontunummur og p tøl á limaportalinum, tí hetta er neyðugt undir møguligum arbeiðssteðgi. Soleiðis ljóðar áheitanin, sum Heilsuhjálparafelag Føroya hevur sent øllum limum sínum, eini 650 fyri tað mesta kvinnur, sum hjálpa gomlum fólki heima, á eldrasambýlum og ellisheimum. Tað er á leið hálvt ár síðani, at felagið lat Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum síni krøv til nýggjan sáttmála, og enn er eingin nýggjur sáttmáli gjørdur. Áheitanin um, at limirnir skulu skráseta sínar lønarupplýsingar hjá fakfelagnum, kann tí fatast sum fyrireiking til verkfall, tí upplýsingarnar eru neyðugar, um felagið má í verkfallskassan undir arbeiðssteðgi. Mary Antonsdóttir er forkvinna í Heilsuhjálparafelagi Føroya, og hon sigur, at felagið ger neyðugu fyrireikingarnar, um nøkur ósemja skuldi komið fyri. Aftaná tær útmeldingar, sum komu í samband við lønarútgjaldingar hjá pedagogunum, so mugu øll fakfeløg hava lønarupplýsingar um sínar limir, og tað hava vit ikki í løtuni, sigur Mary Antonsdóttir, sum leggur afturat, at felagið sjálvsagt fer eftir einari lønarhækkan. Tað er eyðsæð, at okkara bólkur er ein láglønarbólkur. Tað fer frá eini løn upp á 20.000 og nakað til 23.000 hjá faklærdum á endastigi, og sjálvandi ynskja vit at fáa eitt lønarlyft, sigur Mary Antonsdóttir. Vit fara við góðum treysti til samráðingarnar aftur og vóna at finna eina semju skjótt, sigur forkvinnan í Heilsuhjálparafelagnum. Ann Andreassen er leiðari av barnaheiminum, sum er norðasta barnaheim í verðini. Hon hevur gjørt eitt megnar arbeiði fyri børn í Grønlandi. Hon er útbúgvin socialpædagur og hevur av øllum alvi roynt at givið børnum, við svárum trupulleikum, framtíð við útbúgving, arbeiði og betraðum sjálvsvirði. Sagt verður eisini, at hon megnar at gera alt í tráð við grønlendska mentan og virðing fyri landinum og tess siðum, har børnini búgva. So tey kenna alsk og kunnu vera errin av grønlendsku mentanini. Ferðast verður nógv við børnunum á sokallaðum menningarferðum bæði til Danmrkar og runt heimin og eisini leita mong kend fólk til barnaheimi. Ann er heiðrað ymsastaðni fyri sítt arbeiðið millum børnini í Umanak. Jonna Færø er mostir Ann og hevur ferðast ofta til barnaheimið og hevur verið runt ymsa staðni í heiminum við børnum og hon fer í tveimum sendingum at siga frá hesu merkisverdu ferðum. Hetta er eitt barnaheim, sum er kent víða um. Ann Andreassen er leiðari av barnaheiminum, sum er norðasta barnaheim í verðini. Hon hevur gjørt eitt megnar arbeiði fyri børn í Grønlandi. Hon er útbúgvin socialpædagur og hevur av øllum alvi roynt at givið børnum, við svárum trupulleikum, framtíð við útbúgving, arbeiði og betraðum sjálvsvirði. Sagt verður eisini, at hon megnar at gera alt í tráð við grønlendska mentan og virðing fyri landinum og tess siðum, har børnini búgva. So tey kenna alsk og kunnu vera errin av grønlendsku mentanini. Ferðast verður nógv við børnunum á sokallaðum menningarferðum bæði til Danmrkar og runt heimin og eisini leita mong kend fólk til barnaheimi. Ann er heiðrað ymsastaðni fyri sítt arbeiðið millum børnini í Umanak. Jonna Færø er mostir Ann og hevur ferðast ofta til barnaheimið og hevur verið runt ymsa staðni í heiminum við børnum og hon fer í tveimum sendingum at siga frá hesu merkisverdu ferðum. Størsta oljufelagið í Noregi, Statoil, eitur nú Equinor, og longu í dag verður partabrævið í fyritøkuni selt undir navninum Equinor á keypsskálanum í Oslo. Fyritøkan sigur, at endamálið við navnabroytingini er at vísa, at hon nú í størri mun verður ein orkufyritøka heldur enn oljufyritøka burturav. 61 ára gamla Haspel hevur verið varastjóri í CIA, og nú verður fyrsta kvinna í USA, sum fer at standa á odda fyri fregnartænastuni. Fregnartænastunevndin atkvøður í málið í dag um at góðkenna Ginu Haspel. Hon fær væntandi stuðul frá øllum republikanarunum í nevndini og í minsta lagi tveimum av tilsamans sjey demokratum í nevndini. Funnist hevur verið at Haspel, tí hon fyri nøkrum árum síðani stóð á odda fyri at avhoyra í minsta lagi tveir fangar, sum eisini vórðu píndir. Hon hevur lovað, at CIA fer at gevast við allari píning, tá fólk verða avhoyrd. Mátin at avhoyra fólk varð nógv herdur eftir yvirgangsatsóknina 11. september 2001. Skógarmottan varð funnin á einum lambi í Famará seint í apríl. Bjarni Jacobsen, Sumba, fann eina skógarmottu á einum lambi, sum teir ikki fingu fatur á, tá teir róku heystið frammanundan í brattlendinum við Fámará í Suðuroy, stendur á heimsíðuni. Skal friður fáast í lag á koreansku hálvoynni og støðufesti tryggjast í økinum, er neyðugt at hava søguliga toppfundin millum USA og Norðurkorea. Tað sigur kinesiska stjórnin, eftir at Norðurkorea hevur hótt við at avlýsa fundin millum Kim Jong un og Donald Trump í Singapore 12. juni. Men Lu Kang, sum er talsmaður fyri kinesiska uttanríkisráðið, heitir á norðurkoreanarar um at fara á toppfundin, skrivar tíðindastovan, AP. Kina er tættasti sameindi hjá Norðurkorea, og norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong un, hevur seinastu tíðina tvær ferðir verið í Kina og havt fund við kinesiska forsetan, Xi Jingping. Ætlanin var, at umboð fyri Norður og Suðurkorea skuldu hittast í dag, men fundurin er avlýstur, tí Norðurkorea er misnøgt við hernaðarvenjingina. Ein talsmaður fyri suðurkoreanska verjumálaráðið leggur dent á, at felags hernaðarvenjingin millum Suðurkorea og USA heldur fram, hóast Norðurkorea hevur mótmælt. Palistinski ST eygleiðarin, Riyad Mansour, segði, at palestinar fordøma hópdrápið, sum Ísrael hevur framt í Gaza geiranum. Hann spurdi, hvussu nógvir palestinar skulu lata lív, áðrenn nakað verður gjørt. Ísrelski ST sendiharrin vardi Ísrael og skuldsetti Hamas felagsskapin fyri at gera sær dælt av støðuni hjá teimum, sum búgva í Gaza. Hamas eggjar til harðskap og skipar fyri, at so nógv sivilfólk, sum til ber, lata lív. Ísrael fær skyldina, og so fara palestinarar í ST at kæra, segði ísraelski ST sendiharrin, Danny Donon. Hann spurdi, hvat onnur høvdu gjørt, um fleiri túsund fólk hóttu markið hjá sær. Hvør hevði góðtikið slíkan atburð á markinum hjá sær. Einki land, sum er umboðað í trygdarráðnum, hevði verið so lítilátið, sum Ísrael hevur verið, segði Nikki Haley. Eitt uppskot frá Kuveit um eina altjóða kanning av hendingunum á markinum millum Ísrael og Gaza vann ikki frama, tí USA brúkti sýtingarrættin, sigur ABC News. ST aðalskrivarin, Antonio Guterres, segði í gjár, at einasta gongda leið at loysa stríðið er, at Ísrael og palestinar fáa hvør sítt land. Fríggjadagin fer mannarættindaráðið hjá ST, eftir áheitan frá Arabisku samgonguni, at viðgera mannarættindastøðuna í palestinsku økjunum. Tað varð eisini væntað, at uppskotið fór at falla, tí stjórnarflokkarnir, Danski fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin hava langt síðani boðað frá, at teir ætlaðu ikki at broyta lógina. Tá fólkatingið fyrr í ár samtykti, at borgarar kunnu leggja uppskot fyri fólkatingið, um 50.000 skriva undir, brúktu fleiri næminga og studentafelagsskapir møguleikan. Tað boðar Smyril Line samtakið frá í tíðindaskrivi fyrrapartin. Samtakið eigur frammanundan Hotel Hafnia í Havn og Hotel Skálavík. Smyril Line hevur arbeitt við hesi ætlan í fleiri ár, men nú er avtala gjørd við byggifelagið Articon um at byggja nýggja hotellið. Trot á gistingarmøguleikum forðar fyri víðari menningini av ferðavinnuni í Føroyum. Skal ferðavinnan framhaldandi vaksa, er neyðugt at útboðið av gistingarmøguleikum verður størri og fjølbroyttari, sigur Smyril Line samtakið í tíðindaskrivi. Í dag hitta vit Silvurdrong, Trygva Danielsen, ið er yrkjari, filmslistamaður og tónleikari, í samband við nýggju útgávu hansara, Silvurbók og Silvurpláta. Eisini fáa vit vitjan av Jón Sonna Jensen, ið er maðurin, sum í ár samskipar Ólavsøkuframsýningina. Tjóðpallurin verður í hesum døgum umskapaður til sansalabyrint við heitinum Býurin og alt annað. Vit hava verið ein túr inni í loyndarfulla heimi teirra. Ein av stigtakarunum, Sunniva Gudmundardóttir Mortensen, sigur, at hugskotið hevur hon fingið tá hon eina tíð búði í Suðuramerika og arbeiddi við ymiskum listaátøkum. Landið er Kanada, árið er 1973, tá nýliga gifta føroyska havnarkvinnan Maria Anderssen, í dag Maria Andreassen Hentze, eisini kend millum manna sum Maria í Ullvøruhúsinum fer til Kanada at heilsa upp á verfamiljuna fyri fyrstu ferð. Ein maður, ið kallaðist Douglas Gill kom aftan á møti og spurdi, um eg hevði gjørt nógvar plátur. Tá svarið var nei, segði hann, at hetta mátti tað gerast nakað við. Tað vísti seg, at hann hevði sítt egna plátufelag og soleiðis endaði tað við, at eg nakrar fáar dagar seinni sat í einum studio í Kanada við mínum spanska kassaguitara og spældi inn mína fyrstu plátu. Talan er um kendar enskar sangir so sum Seek And Ye Shall Find og Day By Day, sum eru innspældir live í studio og íklæddir einfaldan búna við kassaguitara og ljósu sopranrøddini hjá Mariu. Bú og heimatænastan í Suðuroynni, sum er kommunusamstarvið um eldraøkið í Suðuroynni hevur tað tungt fíggjarliga, og megnar ikki at røkja allar skyldir sínar, kemur fram í brævinum, sum stýrið hevur sent til løgmann og trý landsstýrisfólk. Í brævinum, sum er dagfest 18.apríl, stendur millum annað hetta. Veitur Bú og Heimatænastan í Suðuroy ikki lógarkravdar tænastur, hevur ikki rullandi náttarvakt og veitir heldur ikki javnbjóðis tænastur til borgarar í Suðuroynni, til tilboðini eru ymisk frá einum parti av oynni til annan Eisini verður skrivað Fíggjarliga støðan er fastlæst. Roknskaparárið 2017 er ikki endaliga avgreitt, tí har eru fíggjarlig viðurskifti sum ikki eru til at loysa. Fyrsti ársfjórðingur 2018 er farin afturum og kommunurnar staðfesta enn einaferð, at støðan er ikki haldbar, og tað er ikki ráðiligt at halda áfram á hendan hátt, Stýrið var á fundi við landsstýrið í januar í ár og vísti tá á tvær loysnir antin fáa kommunurnar fleiri pengar til eldraøkið beinavegin ella má landsstýrið yvirtaka økið aftur. Men enn er onki hent, og tí hótta kommunurnar og stýrið nú við at blaka ábyrgdina fyri eldraøkinum í Suðuroynni frá sær, og skriva í brævinum Stýrið fyri Bú og Heimatænastuna í Suðuroy hevur á fundi í dag, 18.apríl 2018, gjørt av, at um ikki ein endalig loysn er funnin á fíggjarligu viðurskiftunum á eldraøkinum í seinasta lagi 18.mai 2018, so kunnu kommunurnar í Suuroynni og stýrið fyri Bú og Heimatænastuna i Suðuroy ikki taka ábyrdina av eldraøkinum í Suðuroynni longur Seinnapartin í dag fara semingsmenninir at leggja okkurt ítøkiligt fyri Kommunulæknafelagið og Lønardeildina, eina skitsu til semingsuppskot, sum Terji Sigurðsson, semingsmaður, kallar tað. Foreldur, sum Útvarpið hevur tosað við, siga, at tey bíða til í morgin eftir skúlatíð við at taka støðu til, hvat tey gera, um børn teirra verða koyrd úr skúlanum, nú ein góður mánaður er eftir av skúlagongdini. Fríggjadagurin 18.mai 2018 verður seinasti dagurin, næmingar tykkara eiga innivist í okkara skúlaverki, um næmingagjaldið ikki er goldið fyri ta tíð. Og tað er tað, sum næmingarnir og foreldur teirra vita higartil. Tey hava ikki frætt meira, um seinasti skúladagur er hjá næmingunum í morgin. Ein træta um fimm dreingir úr Gøtu, sum ganga í áttanda flokki í skúlanum við Løkin í Runavík, tykist ikki at kunna loysast, tí eingin vil gjalda skúlagongina hjá teimum. Gøta er í Eysturkommunu, og Eysturkommuna, sum ikki hevur framhaldsdeild, hevur avtalu um framhaldsdeild við Fuglafjarðar kommunu og rindar fyri tey, sum ganga har. Eysturkommuna vil ikki gjalda rokningina frá Runavíkar kommunu, sum er 15.000 krónur fyri hvønn næming í framhaldsdeildini við Løkin. Hendan støðan hevur verið eina ferð fyrr, sigur Jóhan Christiansen. Tað var í 2014, men tá fluttu næmingarnar bústað í Runavíkar kommunu. Jóhan Christansen sigur, at Eysturkommuna rindaði fyri nakrar næmingar, sum fóru í fótbóltsskúlan í Havn í 2010, tí tað var ein serligur skúli. Nógv útgerð skal skiftast út, næstu ferð Lív fer til eftirlit, men møguliga er skilabetri at keypa nýggjan bát til ta tíð, sigur skiparin. Fólk í Suðuroynni mugu vera tolin, tí Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, lovar onga loysn beinaveg fyri eldraøkinum í Suðuroynni. Hon vísur á, at økið er lagt út til kommunurnar. Leygardagin rundaði ein av stóru persónsmenskunum í amerikonskum tónleiki Burt Bacharach, tey 90. Og í orðum, tónum og samrøðu við Óla Poulsen lýsa vit amerikonsku legenduna fyrst í sendingini. Hvat eyðkennir norskan arkitektur og í hvønn mun kunnu føroyingar fáa íblástur frá Noregi Hesar og aðrar spurningar seta vit arkitektunum Alberti Isfeld og Eyðuni Eliasen, nú norskur tjóðardagur er í dag. Summartónar eru farnir úr barkastokki fyri 27. ferð, og enn einaferð er tað Kristian Blak, sum stýrir musikalsku summarskútuni. Kristian Blak er Hósdagsgestur í Nón í dag. Í summar fer Bjarni Mikkelsen á Tjóðsavninum at telja kóp undir Føroyum. Vanliga veiða vit ikki kóp, men alarar hava loyvi at skjóta kóp, tí hann kann gera seg inn á alibrúk. Kópaslagið undir Føroyum er láturkópur. Í orðinum liggur, at hann heldur til í látrum og gjáum, og er kanska tí ikki so lættur at telja. Og vit spyrja eitt nú hvussu kópurin skal teljast Tú kanst hoyra sendingina her Tórshavnar kommuna hevur í samfull 14 ár ikki rindað tímaløntum starvsfólki ta samsýning, sum tey hava havt rætt til fyri sættu feriuvikuna. Bara fimm tey seinastu árini er talan um 917 tímalønt. Í nógv størstan mun er talan um kvinnur, sum arbeiða á eldraøkinum, men eisini onkur á dagstovnum og á tekniska økinum eigur pening til góðar. Elsa Johanna Høgenni er starvsfólkaleiðari í Tórshavnar kommunu. Vit spurdu hana, hvussu eitt slíkt mistak kann henda, og hví tað ikki er komið fyri ein dag fyrr enn nú, heili 14 ár seinni. Semingsroyndin í sáttmálatrætuni millum arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnar verður tikin uppaftur á Hotel Hafnia klokkan 10 fyrrapartin. Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at taka partarnir av semingsuppskotinum, verður skrivað undir nýggjan sáttmála, men verður tað vrakað, fer semingsstovnurin at vita, hvørjir møguleikar eru, ella um hann skal gevast við semingsroyndini. Nú er tað endaspurturin, sum er byrjaður, og vit skulu hava alt við, bæði okkara síðstu tíð í student, men eisini síðsta lærdómin, áðrenn vit skulu upp Soleiðis sigur Ari Sondum, sum tó mest av øllum gleðir seg, til alt er yvirstaðið, og húgvan er komin á høvdið. Próvtøkurnar nærkast, og skjótt er alt yvirstaðið, sum næmingarnir hava stríðst fyri í trý long ár. Men hvussu er hetta tíðarskeiðið hjá miðnámsskúla næmingunum Fólkini koma úr øllum landinum, og tey, sum syngja, eru fólk sum áður eru von at syngja, sigur Anna Petra Winther, sjúkrarøktarfrøðingur og demenssamskipari við morgunsendingina. Hesin grunnurin hevur til endamáls at geva sjúklingum og teirra avvarandi, sum eru í sjúkraørindum í Danmark, hjálp og upplivingar av ymsum slagi, meðan tey eru í Keypmannahavn. Tað vísir seg, at fólk eru ógvuliga glað fyri eitt nú bussin, sum vit reka, og tað, at grunnurin hevur syrgt fyri, at leikur, fitnessútgerð og annað er á sjúklingahotellinum, sigur Laura Olsen. Summartónar eru farnir av bakkastokki fyri 27. ferð. Og skiparin á musikalsku summarskútuni er aftur í ár slóðbrótarin Kristian Blak. Hansara slóðir í føroyskum tónleikalívi er sjónligar. Umframt Summartónar hevur Kristian Blak verið við til at stovnað Jazzfelagið og plátufelagið Tutl, sum tilsamans hevur útgivið fleiri enn 500 útgávur. Vit práta við Kristian Blak um hansara bakgrund og virði, og vit royna millum annað at finna fram til, hvaðani hansara eldhugi stavar. Hvørki skúladreingirnir, sum ganga í skúlanum við Løkin í Runavík, ella foreldur teirra vita, hvussu verður eftir seinasta tíma í dag um dreingirnir halda fram í skúlanum, ella um hetta er seinasti skúladagur hjá teimum har. Eysturkommuna hevur avtalu við Fuglafjørð um framhaldsdeild, og vil tí ikki gjalda fyri næmingar í skúlum í øðrum skúlum, sigur Jóhan Christiansen, borgarstjóri. Hann sigur í brævi til borgarstjóran í Eystarkommunu, at rindar kommunan ikki fyri næmingarnar, sum eru í framhaldsdeildini í Runavík í seinasta lagi í dag, er dagurin í dag teirra seinasti skúladagur har. Fíggjarmálaráðið og Kommunulæknafelag Føroya hava í dag skrivað undir semju, har verandi sáttmálar eru endurnýggjaðir fyri trý ár. Fíggjarmálaráðið skrivar, at í semjuni liggur, at samlaði kostnaðurin av kommunulæknaskipanini, sum í dag er um leið 65 milliónir krónur árliga, fer at hækka upp í um leið 68,2 milliónir krónur. Lønarpartarnir hjá kommunulæknunum eru grundgjald, eftirlønargjald og basisgjald, umframt gjald fyri veitingar. Allir hesir partar eru hækkaðir, men eru ikki eins fyri allar kommunulæknar. Semjan inniber eisini, at kommunulæknin fær eina hægri veiting, tá ið hann fer út á heimavitjan. Tað fer væntandi at lætta um, nú sjúklingar verða skjótari útskrivaðir av sjúkrahúsunum, sigur Fíggjarmálaráðið Hartil er avtalað, at partarnir skulu arbeiða víðari við, at viðgera ymisk evni, hetta fyri at betra um samstarvið millum kommunulæknarnar og myndugleikarnar og at betra um tænastuna. Serstakt nevnd eru læknavaktin, samstarvsnevndin og kt skipanin Cosmic. Hartil verða tryggingarviðurskiftini greinað. Tróndur Vatnhamar og Sigfríður Clementsen, viðmerkjari, hyggja at farna umfari í Betri deildini og somuleiðis umrøða teir 11. umfar, ið verður leikt annan Hvítsunnudag. Fyri seks árum síðani varð føroyski Dánjal Zachariassen giftur Joanitu úr Uganda. Saman eiga tey eina dóttur. Tey hittust í Danmark gjøgnum tónleikin og eru í dag samstarvsfelagar í tónleiki. Dánjal spælir trummur í bólkinum hjá Joanitu, umframt at hann er fyriskipari og umboðsmaður hjá henni. Um vikuskiftið trína tey á pall í Føroyum. Júst nú er nýggja lagið hjá Joanitu Kiwato komið á ein DJ top 10 hittlista í Uganda. Hetta hevur við sær, at tey fara til Uganda at spæla konsertir í næstum. Dánjal hevur ongantíð verið í Uganda, eftirsum hann hitti Joanitu í Danmark, har hon hevur búð, síðani hon var barn og har búleikast tey í dag sum familja. Foreldrini hjá Joanitu eru úr Uganda, men hóast tað tosar hon ikki so væl sítt móðirmál, sum er Luganda , ið er annað høvuðsmálið í Uganda við síðuna av enskum. Men kortini syngur hon á hesum máli. Joanita sigur seg vera kritiska, tá tað snýr seg um trummusláarar í sínum bólki. Dánjal, sum er trummusláarari í bólkinum, sigur, at hann er um at finna tað serliga afrikanska rútmiska stevið, sum hann so blandar við sínum amerikanska vesturlendska spæli. Vikuskiftissendingin hitt tey bæði til eitt prát ein fagran dag uttanfyri Norðurlandahúsið Vit vildu spyrja bæði stjóran og nevndarformannin í Atlantic Airways, hví tey sýttu Vága Floghavn at keypa RNP skipanina fyri tríggjar milliónir krónur. Hvørgin vil gera samrøðu, men tey siga bæði í stuttari viðmerking, at tað snýr seg um prinsipp, og ikki um pengar. Tað er kappingaravlagandi, at Vága Floghavn keypir eina skipan til SAS, sum Atlantsflog sjálvt hevur goldið fyri, halda tey. Tað snýr seg um tveir ungar menn av egyptiskum uppruna, sum fyrireikaðu eitt álop, annaðhvørt við spreingievnum ella við ricin, sum er sera sterkt eiturevni, sigur Collomb við BMR sjónvarpsstøðina. Handtøkan er bert eina viku eftir, at ein maður varð dripin og fýra fingu skaða í kníválopi í Paris seinasta leygardag. Maðurin, sum hildið verður er gerningsmaðurin, var ættaður úr Tjetjenia, og løgreglan drap hann. 66 ára gamli Skripal og 33 ára gamla dóttir hansara, Julia, vórðu funnin uttan vit á einum beinki bretska býnum Salisbury 4. mars. Seinni staðfesti løgreglan, at bæði vórðu eitrað. Bretska stjórnin hevur lagt Russland undir at hava eitrað tey. Í 2006 dømdi ein russiskur dómstólur Sergej Skripal fyri at hava njósnast til frama fyri bretsku fregnartænastuna, MI6. Hann kom til Bretlands í 2010 í sambandi við eina útflýggingaravtalu. Málið um Sergej og Juliu Skripal hevði eina diplomatiska kreppu við sær. Bretland og onnur lond, teirra millum Danmark og USA, vístu russiskum diplomatum av landinum. Russar svaraðu aftur við at vísa diplomatum úr Russlandi. Góðtaka partarnir uppskotið, verður skrivað undir uppá semju í dag. Verður uppskotið ikki góðtikið, skal semingsmaðurin gera støðuna upp. Tað merkir, at hann kannar møguleikar fyri at tillaga uppskotið. Miseydnast semingsroyndin, kunnu vit rokna við verkfalli ella verkbanni, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður. Terje Sigurðsson kann ikki siga nakað um innihaldið í júst hesum semingsuppskotinum, men sum hevur verið at hoyrt seinastu dagarnar, snýr ósemjan seg serliga um vanliga løn og uppsagnartreytir. Hetta er fyrstu ferð síðan 2010, at neyðugt hevur verið at senda boð eftir semingsstovninum í samráðingunum millum arbeiðarafeløgini og Føroya arbeiðsgevarafelag. Tey fimm arbeiðarafeløgini eru Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag. Betri samtakið hevur saman við Articon, SNA Arkitektur, og SMJ Ráðgevandi verkfrøðingum sett á stovn partafelag, sum fer at byggja íbúðir í Føroyum. Íbúðarbygging er ein annar møguleiki hjá samtakinum at gera íløgur, sum kunnu geva eitt avkast, nú rentan er lág, sigur Ben Arabo. Ætlanin var at mamma brúðrina skuldi fylgja henni eftir kirkjugólvinum, men nú verður tað væntandi verpápin, Charles prinsur, sum fylgir brúðrini fram til altarið. Kona vinmannin venur so nógv, at hon nú er alt vorðin alt ov kløn og líkist einum manni . Ein starvsfelagi luktar so illa, men ongin vil siga nakað við hann, og so hevur ein familja hug at blanda seg í eitt hjúnarband, har maðurin nærum verður hildin fyri gjøldur av konuni, sum ballast ov illa. Semingamaðurin sigur, at seinnaparturin verður brúktur at tillaga semingsuppskotið, fyri síðan at vita hvat kann spyrjast burturúr. Hvussu nógv veðurlagið broytist veldst um, hvussu nógvum vakstrarhúsgassi vit sleppa út í lofthavið, og hetta er ávirkað av, hvussu vit bera okkum at sum heimssamfelag, eisini hvat hendir í heimsbúskapinum, siga veðurlagsserfrøðingar. Í ringasta føri kann støðan vera verri enn vit higartil hava hildið. Ein framtíðarmynd, sum veðurlagsserfrøðingar arbeiða við, verður nevnd RCP8.5. Hon gongur út frá, at heimsbúskapurin heldur á at vaksa við sama skjótleika sum í dag, sum kann hava stórar veðurlagsbroytingar við sær. Men nú siga serfrøðingar, at tað er 35 prosent sannlíkindi fyri, at búskapurin fer at vaksa enn skjótari. Harvið kann ringasta føri, sum vit higartil hava sæð fyri okkum, skiftast út við eina enn daprari framtíðarmynd. Summi vilja vera við, at menniskju ikki longur kunnu hála í bremsuna, meðan onnur halda, at heimssamfelagið enn kann gera sítt til at avmarka veðurlagsbroytingar. Men hetta verður torført. Sunnudagin súkkla tey úr Havn til Vestmanna og síðan til Gásadals og aftur til Havnar. Mánadagin fara súkklararnir í Sandoynna, og enda verður aftur í Hoyvík. Venjingarnar eru liður í fyrireikingunum til ferðina í julimánaða, har súkklarnir við hjálparfólkum súkkla úr Klaksvík til Paris. Ferðin er partur av eini verkætlan at savna pening inn til hættisliga sjúk børn og familjur teirra. Ein umfatandi kanning av fleiri en 73.000 kvinnum vísir, at HPV koppingarevnið virkar sum tað skal og ikki hevur samband við álvarson hjáárin, sum annars hevur verið ført fram. Umfatandi kanningin er ein sokallað Cochrane review, har granskarar savna data frá 26 ymiskum kanningum um hvussu koppingarevnið virkar og hvørji hjáárin tað kann hava. Við hesi kanning halda granskararnir, at nú kann staðfestast, eina ferð med alla, at eingin orsøk er at óttast fyri koppingarevninum. Vit stúra meira fyri órøttu ákærunum um hjáarini av koppsetingarevnunum, siga granskararnir á Unit of Cancer Epidemiology, Belgian Cancer Centre, Sciensano, í einum tíðindaskrivi. Sera góð pógv eru fyri, at HPV koppingarevni verjir móti byrjanini til lívmóðurhálskrabba hjá tannáringagentum og kvinnum, sum eru koppsettar í aldrinum 15 til 26 ár. Henda niðurstøða er eisini í tráð við tilmælini frá donskum mynduleikum og fleiri sjúklingafelagsskapum. Tað er ringasta flogvanlukka, sum hevur rakt Kuba í fleiri áratíggi. Tríggjar kvinnur komu livandi úr flogfarinum, men eru í stórum lívsvanda. Flogfarið, sum var næstan 40 ára gamalt, hevði 104 ferðafólk og seks starvsfólk við á ferðini, sum skuldi vera frá høvuðsstaðnum til býin Holguin, eystanfyri í landinum. Kubanskir myndugleikar hava sett eina kanning í verk av vanlukkuni. Boeing 737 201 flogfarið datt niður klokkan gott 12 kubanska tíð í gjár, beint eftir fráferðina úr Havana. Øll seks starvsfólkini umborð vóru meksikanskir ríkisborgarar flestu av ferðafólkunum vóru kubanar. Fimm ferðafólk vóru frá øðrum londum. Enn er ov tíðliga at siga, hvat orsøkin var til vanlukkuna. Eygnavitni vilja vera við, at tey sóu eld kykna í flogfarinum, áðrenn tað datt niður í eitt skógarøki nærhendis flogvøllin. Arbeiðið, sum er gjørt frammanundan er gott og á høgum støði. Tó skulu onkrar tillagingar gerast, sigur Sjúrður Knudsen. Serliga er tað familiuviðgerðin hann fer at leggja dent á, og eisini tað, at tað kann vera óheppi, at bæði menn og kvinnur eru saman í viðgerð. Í dag verður Ebbu virðislønin latin á fyrsta sinni. Virðislønin er 25.000 krónur, og verður latin ungum rithøvunda, sum hevur víst serligar gávur. Umframt sítt stóra virksemi sum rithøvundur og týðari legði Ebba Hentze stóran dent á at geva ungum høvundum ráð og vegleiðing. Tá ið hon skrivaði testamenti, hevði hon eisini rithøvundar og serliga teir yngru rithøvundarnar í huganum. Í testamentinum stendur soleiðis skrivað Eftir mín deyð skal Listasavn Føroya arva málningar og onnur myndlistaverk, sum eftir meg eru. Annað, sum er eftir meg, herundir pengar, bøkur og allar aðrar ognir, skal Rithøvundafelag Føroya arva at nýta til stuðul til ungar rithøvundar, ið hava sýnt serligar gávur. Somuleiðis skal Rithøvundafelag Føroya til sama endamál arva øll rættindi míni sum rithøvundur, herundir framtíðar inntøkur frá danska bókasavnsgrunninum. Í Dagur og Viku fríggjakvøldið kom fram, at Sunda kommuna vil flyta 80 ára gamla Christian Joensen av Eysturoyar Ellis og røktarheimi, tí Sunda kommuna, haðani hann er ættaður, vil ikki rinda fyri hann meira. Menniskjasligu og sosialu atlitini mugu og skulu koma fram um fíggjarligu viðurskiftini, skrivar Malan Mohr, forkvinna í Alzheimerfelagnum, í tíðindabrævi í morgun. Familjan hjá Christian Joensen hevur eisini fingið boðið sjálv at rinda tær 700 túsund krónurnar, sum tað kostar at hava hann á Eysturoyar Ellis og røktarheimi. Alzheimerfelagið vil inniliga heita á stýrið fyri VEKS um at sýna Christian Joensen virðing og geva honum tey grundleggjandi menniskjaligu rættindi, at hann fær loyvi at búgva í sínum heimi, skrivar Alzheimerfelagið. Hagstovan upplýsti í vikuni, at fyrsta ársfjórðing í ár útfluttu Føroyar væl minni av makrel og sild, sammett við fyrsta ársfjórðing í fjør. Í alt fer útflutningurin av makreli og sild at minka slakar 500 milliónir krónur, heldur Pól Huus Sólstein, stjóri á North Pelagic. Sunnukvøldið skrivaðu arbeiðarafeløgini undir nyggjan tvey ára sáttmála við Føroya Arbeiðsgevarafelag. Arbeiðsgevararnir eru ikki heilt nøgdir við nýggja sáttmálan, sigur Bogi Jacobsen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Tímalønin hækkar 3,25 krónur fyrsta árið og 3,30 næsta árið. Evropeiski felagsskapurin fyri kyns og kynsligar minnilutar, ILGA Europa, setur Malta á fyrsta plássi á nýggja listanum yvir mannarættindsastøðuna hjá LGBT fólki í 49 londum. Hetta er sjeynda ársfrágreiðing frá ILGA Europa, har samanborið verður, hvussu evropeisku londini í síni lóggávu og myndugleika fara við kynsligum minnilutum. Í samanberingini verður mett um støðuna viðvíkjandi javnrættindum, familju og flóttafólkapolitikki, hatursbrotsverkum og rættinum at verða til og frælsi at siga sína hugsan. Malta livir upp til 91 prosent av tiltøkunum, sum ILGA setur sum treyt, fyri at rættindini hjá LGBT fólkum verða hildin. Hetta er triðja árið á rað, at Malta stendur ovast á listanum. Finnland er á fimta plássi við 73 prosentum, men fær minus stig fyri millum annað sína trans lóg, sum eitt nú krevur sterilisering, tá persónur skal broyta kyn. Sambært ILGA Europa er vandi fyri, at vunnin rættindi seinnastu 20 árini, hvørva, um populisma og nationalisma halda fram við síni sigursgongd í Evropa. Hjá Uttanlandstænastuni á Landsjúkrahúsinum eftirlýsa tey, at mann í føroyska heilsuverkinum hevur ein samskipara, sum millum kann hjálpa sjúklingum, sum verða viðgjørdir á fleiri sjúkrahúsum. Uttanlandstænastan hevur ein sjúklingasamskipara í Danmark, sum hjálpir við at skipa viðgerðargongdina hjá føroyskum sjúklingum í Danmark. Orsøkin til økta tørvin er millum annað, at viðgerðartilboðini verða fleiri, og nógvir sjúklingar skulu í viðgerð á fleiri ymsikum sjúkrahúsum. Sunda kommuna hevur júst avgjørt, at kommunan vil flyta 80 ára gamla Christian Joensen av Eysturoyar Ellis og røktarheimi, tí Sunda kommuna, haðani hann er ættaður, vil ikki rinda fyri hann meira. Tí skal Christian Joensen flytast inn á røktarheimi á Mørkini í heimakommununi ístaðin. Eg haldi ikki, at ein eigur at gera hatta móti einum menniskja. Maðurin Christian Joensen, red. kann ikki svara fyri seg sjálvan. Men hansara avvarandi hava greitt givið til kennar, at tey ynskja ikki, at hann flytur, sigur Rúna Sivertsen. Føroyar eiga at taka undir við UNESCO sáttmálanum um at verja siðaarvin, sigur Sigurd í jákupstovu, formaður í føroysku UNESCO nevndini Tað hevur verið arbeitt í eina tíð við at fáa Løgtingið at taka undir við, at tann sáttmálin um siðaarv verður sett í verk fyri Føroyar eisini, sigur Sigurð í Jákupsstovu. Tað vildi víst, at vit sum land og tjóð vilja seta fokus á at verja okkara mentanararv, og tá vit fráboða hetta til altjóða samfelagið, binda vit okkum til at seta skipanir í verk, sum ansa eftir mentararvinum, sigur Sigurð í Jákupsstovu. Í føroysku UNESCO nevndini eru Sigurð í Jákupsstovu, nevndarformaður, Annika Sølvará, Andras Mortensen, Liljan Weihe, Barbara Gaardlykke Apol og Margretha Jacobsen. Hetta er er ein slóðbrótandi verkætlan, har ið tað verður brotið upp úr nýggjum. Her verður roynt at fáa nýggj samtøk upp at standa, sigur Annika Olsen. Hetta er fyrsta útboðið av sínum slag, har vit leggja upp til eitt samstarv millum hesi samtøkini. Tað vil siga millum byggifyrtøkur, ráðgevarar og pensjónsfeløg, soleiðis at tað verða sterkir aktørar, sum koma at bjóða uppá hetta økið, sigur Annika Olsen. Umframt Fjørðuvegin er neyðugt at gera umkoyringarvegir á Glyvrum og í Søldarfirði, og tá teir eru taldir við, verður kostnaðurin tilsamans 150 milliónir krónur. Ferðslan úr Eysturoyartunnlinum frá Rókini eftir verandi høvuðsvegi, Heiðavegi í Runavík, fer at økjast millum 25 og 35 prosent, beinan vegin sum tunnilin verður tikin í nýtslu, verður sagt í frágreiðingini. Tí av samskifti millum Runavíkar kommunu og Landsverk um Fjørðuvegin sæst, at Landsverk heldur mælir til loysnina við tunli undir Valaknúkum í Gøtudal. Landsverk hevur einki ímóti at Fjørðuvegurin verður gjørdur, men tá talan er um landsveg og kostnað, vísir Landsverk til Gøtudals tunnilin. Tað vil siga, at skal Fjørðuvegurin gerast, má Runavíkar kommuna sjálv gjalda kostnaðin. Borgarstjórin í Havn skal hava størri løn, heldur umsitingin eisini. Lønin skal nú aftur vera millum lønina hjá landsstýrisfólkum og løgmanni. Skal borgarstjórin í Havn koma á sama stig, sum hann var á, áðrenn landsstýrisfólkalønirnar vórðu broyttar, eigur borgarstjórin at fáa 120 av lønini í 40. flokki umframt 15 í eftirløn heldur enn lívslanga tænastumannaeftirløn. Talan er um rímiliga lønarhækking, men eisini munandi verri ella kostnaðarminni eftirlønarskipan, sigur umsitingin hjá Tórshavnar kommunu. Minnilutin, javnaðarmenninir Heðin Mortensen og Tróndur Sigurðsson, mælir til, at málið fyrst verður reist í Kommunufelagnum, so skipanin verður eins fyri alt landið. Fyrsta landið, sum flutti sendistovuna til Jerusalem, var USA. Tað var fyri eini viku síðani, og tveir dagar seinni flutti Guatemala eisini sína sendistovu. Nýggi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Erik Jensen, sigur við Sermitsiaq , at tað er torført siga, nær uppskotið verður liðugt, men tað verður í hesum valskeiðnum, sigur hann. Nýggja landsstýrissamgongan ætlar, at viðurskiftini í fiskivinnuni skulu broytast soleiðis, at fleiri arbeiðspláss verða í vinnuni. Nýggja fiskivinnulógin skal eisini hava týdning fyri búskapin, og tí brúka vit tíðina, sum krevst, at gera uppskotið. Samráðast skal við partarnar í vinnuni, og teir skulu eisini hava eina hoyringarfreist, sigur landsstýrismaðurin í fiskvinnumálum. Ein knappan mánað eftir landstingsvalið í Grønlandi hevur flokkurin, Parti Naleraq, mist ein tingmann, men tað fær onga ávirkan á samgongumeirilutan. Hann sigur við Sermitsiak, at Henrik Fleischer fer úr flokkinum, av tí at hann eftir øllum at døma er misnøgdur við nevndarbýtið í landstinginum. Orsøkin er, at meirilutin og borgarstjórin í Eysturkommunu, Jóhan Christiansen, vilja ikki gjalda fyri dreingirnar, tí Eysturkommunua hevur avtalu við Fuglafjørð um framhaldsdeild. Tá nýggja skúlaárið, tað er 2018 2019, byrjar, skal tað vera tryggjað treytaleyst, at næmingagjaldið fylgir næminginum úr aðrari kommunu enn Runavíkar kommunu, sigur borgarstjórin í brævinum til foreldrini í Gøtu. Uttastu húsini í Nesi í Hvalba vórðu bygd um 1900. Húsini bygdi Olivuri Schrøter úr Mylludamm inum úti á Bønhúsfløtu. Hann hevði konu úr Nýggjustovu í Skálum. Olivur gekk burtur í 1919, tá báturin kollsigldi á Mjóanesi á veg aftur av útróðri. Fleiri møguleikar at byggja hús vórðu útvegaðir í Nesi, tá Rókatrøðin varð innløgd í 1916. Barnaheimið hjá Jóhannes Andr. Næs var miðstøð í býlinginum. Har var keypmanshandil, sum eisini tók ímóti útróðrarfiski til virkingar. Har var telefonin og somuleiðis sjúkrakassin. Í Nesi var tú nær sjónum, haganum og dýrunum, og spælt varð ikki minst á tí stóra Fitjasandi. Iranska fólkið er sameint í hesum máli og fer at svara amerikanska uttanríkisráðharranum og øllum teimum, sum taka undir við honum, sigur Ismail Kowsari, sum er næstovasti í tjóðarhirðini í Teheran. Mike Pompeo, amerikanskur uttanríkisráðharri, segði í gjár, at kjarnorkuavtalan við Iran var ein tapari, sum hann tók til, og avtalan var ein stórur váði fyri alt Miðeystur. Síðani avtalan varð gjørd í 2015, hevur Iran vunnið seg fram í Miðeystri, og tað hevur havt neiligar avleiðingar, segði amerikanski uttanríkisráðharrin. Hann gjørdi greitt, at strong tiltøk verða sett í verk ímóti Iran, og hann nevndi 12 krøv, sum Iran skal lúka, til tess at sleppa undan tiltøkum. Iran skal millum annað taka seg úr Sýrialandi og Yemen, gevast at ríka uran, lata amerikanskar gíslar og gíslar úr londum, sum eru sameind hjá USA, leysar, og gevast at menna kjarnorkurakettir. Orsøkin var, at manningin á flogfarinum breyt trygdarreglurnar, tí hon loyvdi ov nógvum viðføri í flogfarið, tá tað fleyg til Kuba. Flogfarið, sum var av slagnum Boeing 737, var um hetta mundið leigað til flogfelagið Easy Sky, og eitt skifti fleyg tað fýra ferðir um vikuna millum Georgetown í Guyana og Havanna. Kubanum nýttist ikki at hava innferðarloyvi til Guyana, og tí var henda flogleiðin væl umtókt millum kubanar, sum fyltu kuffertini við alskyns lutum at hava heimaftur við til Kuba. Men myndugleikarnir í Guyana varnaðust, at manningin á flogfarinum legði líka lag í, at alt ov nógv viðføri var í flogfarinum. Ein kanning vísti millum annað, at vesini í flogfarinum vórðu eisini nýtt sum viðførisrúm. 110 fólk doyðu, tá kubanska flogfarið datt niður fríggjadagin, stutt eftir at tað var farið á flog úr eini floghavn nærindis Havanna. Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum, sigur, at nú hava samráðingarnar vart í eitt hálvt ár, so tíðin er komin til at skriva undir nýggjan sáttmála. Og hon sigur seg vóna, at tað verður skjótt. Hon vil ikki siga, hvat Heilsuhjálparafelagið krevur í samráðingunum, men hon dylir ikki fyri, at talan er um láglønt kvinnustørv, og tí má nakað omaná lønina. Limirnir í Heilsuhjálparafelagnum eru eini 650 í tali, og tær arbeiða í stóran mun á eldraøkinum. Arbeiðið hjá teimum er alt samdøgrið í 365 dagar um árið, og tí mugu tey lønast eftir tí. Mánaðarlønin hjá einum útbúnum heilsuhjálpara er góðar 23.000 krónur um mánaðin á hægsta stigi, umframt viðbøtur, men tað er ikki nóg mikið, tá tær arbeiða alt árið, sigur Mary Antonsdóttir. Eftir nýggja sáttmálanum fáa limirnir í arbeiðarafeløgunum eina lønarhækking sum er 3,25 krónur meira um tíman fyrsta árið, og 3,30 krónur næsta árið. Um tað er nóg mikið hjá heilsuhjálparunum, vil Mary Antonsdóttir einki siga um, og hon vil ikki gera viðmerkingar til sáttmálan hjá arbeiðarafeløgunum. Í sáttmálanum, sum Heilsuhjálparafelagið hevur, stendur, at eitt møguligt verkfall skal fráboðast 48 tímar frammanundan, annars stendur einki um undantøk, um talan verður um verkfall. Kemur tað so langt, so má støða takast til tann spurningin tá, sigur Mary Antonsdóttir. Løgfrøðilig starvsfólk hjá erkibiskupinum hava fleiri ferðir roynt at fáa ákæruvaldið at sleppa málinum, tí hann er dementur, og tí eigur at sleppa undan rættarsókn. Misbrúkti drongurin vitnaði í málinum. Hann greiddi frá, Jim Fletcher hevði misbrúkt seg kynsliga, og at hann hevði boðað Philip Wilson frá tí. Ákærurnar móti Philip Wilson eru partur av einari samskipaðari kanning av skuldsetingum um kynsligan ágang móti børnum í katólsku kirkjuni, sum byrjaði í 2010. Tað var ein vinkona, sum sendi mær eina mynd av eini ruskspann inni í eini av Bone s matstovunum. Henda ruskspannin líktist rættiliga nógv okkara sniði. Soleiðis sigur Heiða G. Nolsøe, sum saman við Marie Berggren eigur og rekur fyritøkuna Drop Bucket, sum ger umhvørvisvinarligar ruskspannir. Tá eg sá myndina, visti eg, at hetta var onkur, ið hermdi øgiliga nógv eftir okkara sniði, so eg tosaði við okkara sakførara. Hann vendi sær til Bone s, og so fór øll mylnan í gongd, sigur Heiða G. Nolsøe og heldur fram Vit roknaðu ikki við, at hetta málið fór at taka so langa tíð, tí vit hugsaðu, at Bone s fór at gjalda okkum eina virðiliga upphædd, og tað var tað, sigur Heiða G. Nolsøe. Men tá matstovuketan helt fast við sítt, sóu teir báðir ungu íverksetararnir ikki annan møguleika enn at fara í rættin. Heiða G. Nolsøe og Marie Berggren høvdu annars framman undan verið á fleiri fundum við matstovuketuna fyri at tosa um eitt møguligt samstarv, og tí eru tær eisini vónbrotnar av fyritøkuni. Hetta hevur kostað okkum nógv. Fyrst og fremst tíð, men eisini fíggjarliga. Og í seinasta enda koma vit ikki úr hesum rættarmálinum við einum stórum vinningi, staðfestir Heiða G. Nolsøe. Vit eru sera glaðar. Hetta er ein sigur fyri designheimin, men eisini ein áheitan á stórar fyritøkur um ikki at kopiera sniðið hjá smáum íverksetarafyritøkum, heldur Heiða G. Nolsøe fyri. Nýggja semjan ber í sær, at mánaðarliga grundarupphæddin fer úr 19.000 krónum upp í 21.000 krónur, og at basisgjaldið, sum er eitt fast mánaðarligt gjald fyri hvønn borgara í viðtaluni, fer úr 214 krónum upp í 246 krónur. Hækkingin er 32 krónur. Tað merkir, at um ein kommunulækni hevur 1700 borgarar í síni viðtalu, hækkar grundarupphæddin við 24.000 krónum um árið, og basisgjaldið hækkar 54.400 krónur. Afturat teim føstu gjøldunum fáa kommunlæknar eisini eitt veitingargjald, ið er eitt gjald til læknan, tá borgararnir koma í viðtaluna fyri at fáa læknahjálp. Eisini sæst í semjuni, at Kommunulæknafelagið og Heilsutrygd eru samd um at endurskoða vaktlæknaskipanina, so avloysarar fáa somu skyldur, sum tann læknin, ið viðkomandi avloysir. Fíggjarmálaráðið sigur, at samlaði kostnaðurin av kommunulæknaskipanini, sum í dag er umleið 65 milliónir krónur árliga, fer at hækka upp í umleið 68,2 milliónir krónur. Somuleiðis er avtalað, at partarnir arbeiða fyri at bøta um samstarvið millum kommunulæknarnar og myndugleikarnar og at bøta um sjálva tænastuna. Fíggjarmálaráðið sigur, at læknavaktin, samstarvsnevndin og kt skipanin Cosmic verða ítøkiliga nevnd í hesum sambandi. Eisini verða tryggingarviðurskiftini greinað. Sum er, kostar eftirlønin hjá borgarstjóranum kommununi slakar 63.000 krónur um mánaðin. Pengarnir verða settir av til eftirlønina. Lógarkravið er 12 , men umsitingin hjá kommununi mælir til, at eftirlønin verður 15 , sum hon er í flestu sáttmálum hjá fakfeløgunum. Samtykkir býráðið hesar broytingar, skulu tær góðkennast í Fíggjarmálaráðnum, sum skal broyta kunngerðina um samsýning til kommunustýrislimir. Føroyski spælarin, sum telist millum profilarnar hjá Kyndli og er vald til besta vinstra vong í føroysku kappingini í fleiri ár á rað, hevur verið og royndarvant í Íslandi. Seks býráðslimir í Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum, sum eru minnilutin í býráðnum, mæla til at byggja eina læknamiðstøð í Gundadali til seks kommunulæknar, heldur enn at leiga frá Betri samtakinum á Smyrilsvegi fyri slakar 246.000 krónur. um mánaðin, og tá er meirvirðisgjald ikki íroknað. Men grindaformenninir í Leirvík vildu ikki góðtaka, at grindin hvarv, og tí fóru teir at leita eftir grindini saman við bátinum, sum fann grindina fyrrapartin. Fyri løtu síðani var grindin komin innum Mjóvanes, og tá varð hildið, at hon verður hildin til um ein hálvan tíma ella so. Tá vóru einir 12 14 bátar hjá grindini, og raksturin gekk væl. Fyrr í dag varð boðað frá grind uttan fyri Gøtu. Grindin varð mist, men grindaformenninir í Leirvík vildu ikki góðtaka, at grindin hvarv, og tí fóru teir at leita eftir grindini saman við bátinum, sum fann grindina fyrrapartin. Háárstíðin hjá matstovuvinnuni stendur fyri durum. Og tað hevur við sær, at matstovurnar hava tørv á fleiri starvsfólkum. Men tað er sera trupult hjá føroyskum matstovum at finna starvsfólk, og tey faklærdu eru sera stutt í fakinum, sigur Leif Sørensen, kokkur og matstovueigari. Metlága arbeiðsloysið er ein av orsøkunum, sigur stjórin í ALS. Eitt samtak við stórari fíggjarligari orku skal byggja 50 íbúðir á Frúutrøð. Hvat samtak talan verður um, verður tó ikki avgjørt fyrr enn um eitt til hálvtannað ár. Sunda Kommuna og Veks samstarvið fáa harðar atfinningar fyri ætlanirnar um at flyta Christian Joensen, sum hevur demens, av røktarheiminum, har hann hevur búð seinastu 13 árini. Eldri fólk og tey, sum hava demens, eru alt ov illa vard í Føroyum, sigur Tign, sum er áhugafelag teirra, ið vegna brek ella aldur hava tørv á røkt. Fimleikafelagið, Ljósið, úr Havn gjørdist stóri vinnarin til føroyameistarakappingina í estetiskum fimleiki. Fimm aldursbólkar kappaðust um meistaraheitini, og Ljósið streyk avstað við trimum føroyameistaraheitum. Tí um hálvtannað ár skal hann ætlandi leggja fleiri túsund kilometrar aftur um bak, tá hann fer at rógva 5.000 kilometrar einsamallur í einum báti. Hvussu var tað at vera barn í 20. øld Hendan spurningin setti sjónvarpið í ár 2000 10 fólkum, sum øll vóru í ymsum aldri. Sendingarnar, sum tá vóru tíggju í tali, eru nú settar saman til tríggjar. Fyrsti gesturin var 98 ára gamla Anna Askham Mørkøre , sum vaks upp í C. Pløyensgøtu í Havn, síðani er tað Ingeborg Michelsen Egholm , Hvalvík, og at enda Karl Jespersen, Tvøroyri. Meðan Ternan røkir Skopunarleiðina verður bíleggingarskipanin ikki brúkt. Billetering verður í Skopun, eins og áðrenn bíleggingarskipanin kom í gildi, sæst á heimasíðuni hjá SSL. Umframt at røkja Nólsoyarleiðina, skal tvíkiljan eisini røkia Hestleiðina. Tá siglur hon av Gomlurætt. Allir túrarnir út í Hest eru tilkall, og ferjan siglur í mesta lagi tríggjar ferðir um dagin út í Hest, sæst á heimasíðuni hjá Strandferðsluni. Sama veitingarskylda, sum í dag tryggjar postútbering kring landið, verður áløgd einskilda felagnum. Við skylduni fylgja neyvar treytir um sama prís og sama reglusemi. Í sølusáttmálanum verður veitingarskyldan áløgd keyparanum í minst 10 ár. Tað sæst í svari frá Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu, til Kára P. Højgaard, løgtingsmann, sum vildi hava at vita, hvørji stig landsstýriskvinnan fer at taka fyri at beina burtur sosiala ójavnan millum gift pør og samlivandi. Kári P Højgaard sigur, at ein avleiðing av ójavnanum kann gerast, at fólk frávelja at gifta seg, tí lóggávan leggur upp til, at tað í flestu førum loysir seg nógv betur at liva saman ógift. Í dag er lóggávan soleiðis skrúvað saman, at giftir pensjónistar fáa minni pensjón enn stakir pensjónistar. Eini hjún fáa tilsamans 3.825 krónur minni í fólkapensjón enn eitt samlivandi par. Skulu giftir pensjónistar hava sama útgjald í pensjón sum samlivandi ella stakir pensjónistar, hevði hetta kostað í minsta lagi 80 milliónir krónur afturat árliga, vísa útrokningar hjá Almannamálaráðnum. Landsstýriskvinnan vísir á, at hóast samlivandi pensjónistar í nøkrum førum fáa lagaligari treytir enn eini hjún, so hava tey verri treytir í øðrum førum. Til dømis í lógini um dagpengar vegna sjúku. Um fólk gerast álvarsliga sjúk, kann ein hjúnafelagi fáa dagpengar. Eisini er ein persónur við børnum yngri enn 18 ár, sum gerst einkja ella einkjumaður, munandi betri tryggjaður, um viðkomandi er giftur. Hagtøl frá Hagstovu Føroya vísa, at nærum 2 3 av fólkapensjónistum, sum búgva einsamallir, eru í fátækaváða, meðan fólkapensjónistar, sum búgva saman við øðrum, ikki eru í so nógv størri fátækaváða enn aðrir bólkar í samfelagnum. Skulu 80 milliónir krónur um árið afturat eyðmerkjast til pensjónistar, so metir landsstýriskvinnan, at tað eru pensjónistar, sum eru illa fyri fíggjarliga, sum fyrst og fremst skulu hava ágóðan av raðfestingini. Arbeiðsupgávurnar hjá nýggja stjóranum í Vága Floghavn, Gudny Langgaard, eru tær somu sum hjá undanfarna stjóranum, Jákup Sverra Kass. Men kortini fær hon 30.000 krónur minni í løn um mánaðin, enn hann fekk. Samferðslumálaráðið sigur, at starvsinnihaldið hjá nýggja stjóranum er tað sama sum hjá undanfarna stjóranum. Tað vil siga, at nýggi stjórin fær ikki minni at gera, fyri tí um lønin er lækkað við 30.000 krónum. Samferðslumálaráðið sigur, at tað er nevndin í Vága Floghavn, sum hevur ásett lønina hjá nýggja stjóranum. Men landsstýrismaðurin hevur á fundum fyri nevndina í Vága Floghavn fleiri ferðir gjørt vart við, at samsýningarnar hjá stjórum í almennum partafeløgum generelt eru ov høgar, sigur Samferðslumálaráðið í svari til Kringvarpið. Samferðslumálaráðið sigur seg ongi skjøl hava um samsýningina hjá stjóranum, tí landsstýrismaðurin kann ikki áleggja partafelagnum Vága Floghavn tænastuboð. Evropeiskir bankar skulu tryggja handilin við islamska lýðveldið. Vit ætla okkum ikki at berjast við tey trý londini, men vit hava ikki álit á teimum, sigur Khamenei. Verður amerikanska avgerðin um at taka seg burtur úr avtaluni til bága fyri oljusøluna, skulu evropearar afturfyri keypa iranska olju, sigur ovasti leiðarin í Iran. Og tað tók týski uttanríkisráðharrin, Heiko Maas, eisini uppaftur, tá hann hitti amerikanska starvsbróðurin, Mike Pompeo, í Washington í gjárkvøldið. Á fundi í kvøld fer býráðið taka støðu til eitt tilmæli frá Fíggjarnevndini um, at heildarætlanin frá 2016 um at umbyggja Býarbókasavnið ikki umfatar fjórðu hædd. Ætlanin er at gevast at leiga Niels Finsens gøtu 31, har sum Heilsu og umsorganarstænastan er. Hetta sparir Tórshavnar kommunu 265.000 krónir í leigu um árið. Starsvfólk á Býarbókasavninum hava skrivað opið bræv til øll í býráðnum og biðið tey um ikki at atkvøða fyri tilmælinum um, at Býarbókasavnið skal missa fjórðu hædd, sum tað annars fekk fyri nøkrum árum síðani. Ætlanin við fjórðu hæddini hevur alla tíðina verið at gjørt skrivstovuumstøðurnar hjá starvsfólkunum betri. Ætlanin var eisini at brúka fjórðu hædd til matpakkaøki til dagstovnar og einstaklingar, leikasavn til at lána leikur út, ævintýrarúm til djúphugsan og friðarløtur, spælirúm og ungdómsdeild, siga starvsfólkini. Í 2014 varð farið undir at fyrireika umbyggingina í Býarbókasavninum. Landið skal gjalda upp til helvtina, men vil ikki lata so nógv, sum kommunan biður um. Bygningurin skal bjálvast uttan, og tvær barakkir skulu byggjast uppí, ein vestureftir og ein eystureftir. Gólvvíddin í nýggja Krígssavninum verður tá 700 fermetrar. Vil USA hava frið við Norðurkorea, eiga amerikanarar at taka av møguleikanum nú, segði kinesiski uttanríkisráðharrin á tíðindafundi í Washington í gjár, eftir ein fund við amerikanska starvsbróðurin, Mike Pompeo. Eg havi boðað amerikansku starvsfeløgunum frá, at vilja teir loysa trupulleikan, er hetta rætta løtan, sigur kinesiski uttanríkisráðharrin, Wang Yi. Ætlanin hevur verið, at USA og Norðurkorea skuldu hava toppfund í Singapore 12. juni. Men nú bendir nógv á, at toppfundurin verður útsettur ella avlýstur. Amerikanska verjumálaráðið hevur boðað frá, at ein innbjóðing, sum Kina hevur fingið um at verða við í eini stórari, altjóða flotavenjing, er tikin aftur. Orsøkin er, at Kina hevur hernaðarligt virksemi í Suðurkinesiska havinum, og at Kina er í stríði við fleiri asiatisk lond um, hvør eigur rættin til havleiðirnar. Conte roynir við hesum at sissa atfinningarsomu røddirnar í ES, sum stúra fyri, at triðstørsta evrulandið fær eina stjórn, sum ikki av heilum huga tekur undir við ES. Giuseppe Conte fer at starnda á odda fyri stjórnini, sum mótmælisflokkurin, Fimmstjørnurørslan, og høgrasinnaði flokkurin, Lega, eru samdir um at skipa. Av tí at Fimmstjørnurørslan og Lega ikki kundu semjast um, hvør av leiðarunum í hesum báðum flokkum skuldi verða forsætisráðharri, verður hildið, at Giuseppe Conte er ein neyðsemjuloysn. Tá Conte var á forsetaborgini og fekk litið upp í hendur at skipa stjórn, segði hann, at hann ætlar at vera verjuadvokatur hjá italska fólkinum. Kvinnan, sum er ættað úr Charlottenlund, varð dømd fyrst í mars mánaða. Hon játtaði seg seka í millum annað at hava roynt at neyðtikið, fyri at hava neyðtikið á annan hátt enn samlegu, fyri blygdanarskemd og fyri at gera upptøkur, liggja inni við og senda víðari barnapornografiskt tilfar sum alt hevur við eitt og sama barn, sum, tá tað hendi í fjør, var 4 ára gamalt. Ákærin heldur í dag fram við at ganga í gjøgnum ákærupunktini í rættarmálinum móti føroyinginum, sum er ákærdur fyri at hava eggjað einari kvinnu at hava framt kynslig brotsverk móti sínum egna soni. Einastu vitni í málinum eru kvinnan, sum longu er dømd, og føroyringurin. Kvinnan skal eftir ætlan avhoyrast í dag, og so verður føroyingurin væntandi avhoyrdur. Tað er tó møguligt, at hetta í fyrsta lagi verður mánadagin. Verandi verkætlan verður ikki steðgað ella útsett, men áðrenn arbeiðið at umbyggja gamla bygningin hjá BankNordik í Húsagøtu byrjar, skulu aðrir møguleikar kannast. Tá Bjarni Hammer var á fólkatingi sum varamaður hjá Sjúrði Skaale fyrst í mai, spurdi hann forsætisráðharran, um danskir myndugleikar kunnu endurskoða ætlanina at umbyggja gamla bankabygningin til politistøð. Bjarni Hammer segði, at nógv í Føroyum halda tað vera ein trupulleika at umbyggja gamla bygningin hjá BankNordik til politistøð, og hann nevndi møguleikan byggja eina nýggja politistøð, sum skal hava hentleikar bæði til politi og ákæruvald. Søren Pape Poulsen sigur, at hann ætlar at kanna møguleikan at selja bankabygningin aftur, staðseta nýggjan bygning, og at kanna, hvussu tað betur kann loysa seg at fara undir eina so stóra verkætlan, tá føroyska byggivinnan hevur minni at gera, enn hon hevur í løtuni. Fyrst í 2019 verður væntandi greitt, hvør vinnur útbjóðingina upp á verkætlanina um íbúðarbyggingina á Frúutrøð, sigur Tórshavnar kommuna. Hetta varð gjørt, hóast Michael Cohen, persónligur advokatur hjá Donald Trump, ikki var skrásettur sum umboð fyri Ukraina, sum amerikansk lóg annars krevur. Stutt eftir at ukrainski forsetin kom heimaftur til Ukraina, gavst landins antikorruptións stovnur at kanna Paul Manafort, sum hevði staðið á odda fyri valstríðnum hjá Donald Trump. BBC skrivar, at einki bendir á, at Donald Trump visti um, at advokatur hansara fekk 400.000 dollarar fyri at skipa fyri fundinum við seg. Í eina tíð hevur FabLab verið royndarkoyrt fyri næmingum á Miðnámi á Kambsdali. Nú er komið so mikið áleiðis í royndunum, at FabLab verður latið upp alment. FabLab, fabrication laboratory, er eitt lítið vekstað, sum stuðlar undir digitala framleiðslu í smáari nøgd. Av tólum, sum eru á FabLab kunnu nevnast, 3D prentarar, smáir og stórir fresarar, vinyl skerari, broderímaskina og lasarskerari. Løgmaður er spentur at sleppa í veitsluna, men hann harmast kortini um, at hon er um somu tíð, sum Champions League finalan verður spæld. HJ Asfalt bjóðar sær til at asfaltera teinin millum Kollafjørð og Hósvík fyri fýra milliónir og 368.000 krónur. Tað vil siga umleið eina millión og 65.000 fyri kilometurin. Tað verður gjørt klárt til djóradagarnar, sum verða leygardagin 26. mai og sunnudagin 27. mai á økinum hjá Føroya Ríðingarfelag í Havnardali í Havn. Brandur í Dali, sum er nevndarlimur í Ríðingarfelagnum sigur, at hetta eru spennandi dagar hjá felagnum og ikki minni spennandi hjá fólki, sum hava áhuga í djórum. Á djóradøgunum vera nógv ymisk djór at síggja. Spurdur hvat djór hevur verið mest spennandi hesi seinastu 20 árini, sigur Brandur, at tað var kálvurin Freddie úr Kirkjubø. Men Freddie er nú so stórur, at hann ikki er við longur. Tó, sigur Brandur, at í ár eru nøkur nýggj hestasløg at síggja á djóradøgunum. Tað er altavgerandi so tíðliga sum gjørligt at finna útav, um ein mamma hevur tunglyndi í sambandi við barnsburð. Sum nú er, eru tað ikki allar kvinnur, sum hava tunglyndi, ið verða loftaðar nóg tíðliga, siugr Sanne Storm. Seinastu árini hevur hon granskað, um eitt tól, ið kallast VOIAS, kann staðfesta barnsburðartunglyndi við at lurta eftir røddini hjá kvinnuni. Kvinnan skal siga og syngja ymsar tónar, og út frá tí ber tað møguliga til at staðfesta barnaburðartunglyndi. Tí tað tað sær út til, at kvinnur við barnsburðartunglyndi hava minni styrki í røddini enn kvinnur, ið ikki hava tunglyndi í sambandi við barnsburð, sigur Sanne Storm. Flotin hjá Strandferðsluni er elligamal, og man átti at bygd fimm nýggj skip. Tað sigur Thormund Johannesen, sum starvast hjá Knud E. Hansen, sum hevur gjørt eina støðulýsing av flotnum hjá Strandferðsluni. Strandferðslan hevur tørv á einum avloysaraskipi. Tað hevur verið nógv frammi seinastu tíðina. Men sambært Thormundi Johannesen er tørvurin størri enn eitt avloysaraskip. Millum annað tí at miðalaldurin á skipunum hjá Strandferðsluni er omanfyri 30 ár, og tí at skipini ein ógvuligan lágan standard samstundis við, at tey eru dýr at halda. Sambært Thormundi Johannesen so eru fimm oyggjaleiðir, sum tørva nýggja skip. Tað eru Nósloyarleiðin, Kallsoyarleiðin, Fugloyar og Svínoyarleiðin, Hestleiðin og Skúvoyarleiðin. Tey skip sum røkja hasar leiðirnar eru elligomul, og tey lúka slett ikki nútíðarkrøv. Tey eru undir eftirliti av Sjóvinnustýrinum, sigur Thormund Johannesen, sum mælir til, at Strandferðslan leggur eina langtíðarætlan, har ferjurnar á nevndu leiðinum verða skiftar út. Skipini verða dýr í viðlíkahaldi og rakstri, sigur hann og leggur afturat, at fimm ferjir samanlagt kosta umleið 280 milliónir krónir bíligari enn eitt nýtt havrannsóknarskip. Vit frætta um leikin, Veitslan, ið Marita Dalsgaard leikstjórnaði í Føroyum í 2015, og sum nú verður settur á pall á Betty Nansen sjónleikarhúsinum í Keypmannahavn. Vit vitja listakvinnuna, Elin Josefinu Smith, sum í hesum døgum er í Føroyum og fyrireikar framsýning við heitinum, Sorg, sálarkvøl og heimloysi í Smiðuni í Lítluvík. Ungi høvundin, Beinir Bergsson, fekk farna sunnudag fyrstu Ebbu virðislønina, ið verður handað ungum, gávaðum høvunda. Vit práta við hann um yrkingasavnið Tann lítli drongurin og beinagrindin, um sorg og tað at skriva seg úr sorgini. Og Elin Heinesen umrøður Sansalabyrintina, sum í hesum døgum verður framførd á Tjóðpalli Føroya. Kvinnan, sum er dømd fyri at hava framt kynslig brotsverk móti sínum egna soni, sigur, at hon kenda seg noydda at lata 42 ára gamla ákærda føroyinginum okkurt afturfyri, fyri at varðveita sambandið við hann. Hon greiddi frá, at tað var skjótt eftir, at tey møttust á kjattinum á LinkedIn, at prátið byrjaði at snúgva seg um sex, og hon gjørdist rættiliga skjótt forelskað í føroyinginum, sigur Kaj Joensen, sum fylgir málinum í rættinum í Lyngby. Kvinnan vardi seg gjøgnumgangandi við, at hon var rúnabundin at manninum og føldi at hon mátta geva okkurt afturfyri at varðveita sambandið við hann. Kvinnan vardi seg eisini við, at hon ongantíð áður hevur gjørt seg inn á børn, men sinnisstøða hennara var vánaliga, og tað gekk illa í hjúnalagnum. Ákærin vildi hava fram, at føroyski maðurin hevur manipulerað kvinnuna til at fremja brotsverkini. Sambært Kaj Joensen, so merktist tað eisini á kvinnuni, at hon var illa fyri, og hon kendi seg ikki væl í rættarsalinum. Um 11 tíðina var steðgur í rættarfundinum, men tá hann verður tikin uppaftur, verður hildið fram at gjøgnumganga tær meira enn 40 ákærurnar móti 42 ára gamla føroyinginum. Gestir í sendingini eru Bárður Nielsen, Karl Jóhan Nielsen, Leila Haraldsen, Gunnar Skúvadal, Vígdis Berg, Poul Jákup Thomsen, Torkil Rasmussen, Georg Lindenskov Petersen og Heini Gaard Annar dagur í rættarmálinum móti einum 42 ára gomlum føroyingi, ið er ákærdur fyri at eggja einari kvinnu til at fremja kynsligan ágang móti soni hennara, er av. Ákærin upplýsti á rættarfundinum, at føroyska løgreglan hevur funnið barnapornografisk tilfar á einari teldu hjá manninum. Myndirnar er so gamlar, at málið er fyrnað, og ákæra kann ikki reisast. Lyklar til netbankan, privatar myndir og loyniorð til ymsar heimasíður. Tað var nakað av tí, sum Jóhan Joensen fann í teldum á ruskplássinum í Fuglafirði. Fimm mánaðir eftir, at fyrstu fólkini fluttu inn í lestrarbústaðin, Finsen, verður einasta felagshølið hjá teimum, sum búgva har, tikið frá teimum. Tráin Petursson Nónklett, sum er varafólk, hevur boðað frá, at hann ikki tekur undir við ætlanunum. Tí er ikki meirluti fyri uppskotinum. Lesandi á vinnuháskúlanum fingu í dag høvi at vitja umborð á frálandaskipinum, Esvagt Contender, tí felagnum tørvar manning til síni skip. Men nú er gongdin vend. Eftir at hava havt 12 skip liggjandi, eru øll skipini hjá fyritøkuni aftur í sigling, og tað krevur manning. Skipari umborð á Esvagt Contender er Jóannes Hansen, sum býr í Sørvági, og hann vísti næmingum runt umborð, meðan hann greiddi frá, hvat teir kunnu vænta, um teir søkja sær kjans við skipum hjá Esvagt. Ein app verður eisini skjótt tøk, umframt at Rudda Føroyar eisini er á Facebook, og ein heimasíða er eisini á veg, sigur Sigrun Mohr, stigtakari. Men tá næmingaheimið stendur liðugt, verður farið undir at byggja ein skúlabygning til Ítróttarháskúlan, sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vági. Lønarhækkingin og eftirlønin, sum skal verða 15 , skulu ikki koma fyrr enn eftir næsta kommunuval, sum verður fyrst í november í 2020. Arbeiðsgevarafelagið heldur tó, at tað kundi verið gjørt eitt sindur greiðari, at skyldan hjá keyparanum at reka postflutning bara er galdandi í tíggju ár. Tað má vera púra greitt, heldur Arbeiðsgevarafelagið, at keypari ikki verður álagdur nakrar serligar skyldur eftir postvirksemislógini, tá tey tíggju árini eru farin. Heldur eigur eitt møguligt politiskt ynski um skyldu til ávíst postvirksemi at verða boðið út, so øll á post og flutningsmarknaðinum eru undir somu treytum. Norðurkorea fer at gera alt sum er møguligt fyri at toppfundurin kann haldast, og Kim Jong un er til reiðar til eina og hvørja tíð at hitta Donald Trump, stendur í boðunum úr Pyongyang. Trump gjørdi vart við, at hann fór at avlýsa fundin í Jakarta á Twitter, har hann eisini legði eitt avrit av brævinum, sum hann hevði sent til Norðurkorea Russland hevur boðað frá, at landið spakuliga fer at økja um oljusøluna, eftir at landið síðani í fjør hevur avmarkað søluna eftir avtalu við OPEC. Nú sigur russiski oljumálaráðharrin, Alaxander Novak, at Russland spakuliga fer at økja søluna aftur, um tað vísir seg, at prísurin verður á eini leið í juni. Í morgun lækkaði prísurin á olju úr Norðsjónum 78,7 dollarar fyri tunnuna og prísurin á amerikensku WTI oljuni lækkaði niður í 70,7 dollarar fyri tunnuna. Avtalan sigur nú, at Bretland fær tvey ár til at umskipa viðurskiftini, men Theresa May fer at biða ES um at leingja ta tíðina upp í fýra ár, siga keldur við The Times. Fær hon undirtøku í ES fyri sínum sjónarmiði, so kvettir Bretland ikki endaliga við ES fyrr enn í 2023, og tá vera sjey ár síðani Bretland gjørdi av at fara úr Evropeiska samveldinum. Hildið verður, at ein av ósemjunum, sum er markið ímillum Írland og Norðurírland, kann gerast smidligari, um freistin verður longd. Tað eru fleiri tinglimir í Konservativa Flokkinum, sum vilja kvetta við ES so skjótt sum gjørligt, og spurningurin er tí, um teir fara at góðtaka ætlanina hjá forsætisráðharranum. Onkur rør framundir, at best er at koyra Theresu May frá sum formann í flokkinum og harvið eisini sum forsætisráðharra, um freistin verður longd. Mikudagin segði tjóðbankastjórin, Mark Carney, at hvørt húski í Bretlandi higartil hevur mist 10.000 krónur við avgerðini. Tað segði hann undir eini hoyring í parlamentinum. Nú eru skjótt tvey ár síðni bretar valdu at fara úr ES, og hóast einki veruliga er hent síðani, so hevur bretski búskapurin havt afturgongd av avgerðini. Sambært tjóðbankastjóranum er bretski búskapurin nú 1,5 minni, enn hann var dagin fyri fólkaatkvøðuna fyri skjótt tveimum árum síðani. Høvuðsorsøkin til úrslitið var, at virkið tók ímóti 60.000 tonsum meir av uppsjóvarfiski, enn virkið vanliga tekur ímóti. Og tað kom í høvuðsheitinum av, at virkið hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri, ikki tók ímóti fiski seinna hálvár í fjør. Pelagos seldi uppsjóvarfisk fyri 630 milliónir krónur í fjør. Meginparturin fór til Russlands, sum keypti tveir triðingar av fiskinum ella fyri 425 milliónir krónur. Onnur lond í Evropa keyptu fyri slakar 190 milliónir krónur, lond í Afrika fyri 7 milliónir og USA og lond í Asia keyptu fyri umleið 15 milliónir krónur. Tað eru feløgini Pf. Havsbrún í Fuglafirði, Pf. Palli hjá Marionnu í Klaksvík, Smápartafelagið Framherji í Fuglafirði og Pf. Á Enni í Fuglafirði, sum eiga Pelagos. Pf. Á Enni umboðar privatar fyritøkur og arbeiðarafeløgini í Fuglafirði. Ótíðarhóskandi hølisviðurskiftir og økt normering av kommunulæknum í Tórshavnar kommunu hevur við sær, at nýggjar læknaviðtalur skulu fáast til vega í Havn. Minniluti í býráðnum førdi fram, at tað kann gerast ein dýr loysn at leiga, tí fyrilyggjandi uppskot til leigusáttmála kostar um 245.000 krónur um mánaðin, umframt at umvælingar skulu gerast, ið kunnu kosta tilsamans 30 milliónir krónur. Óvist er, hvør situr við tí rokningini. Sambært Anniku Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, so er málið komið í tólvta tíma, tí hølisviðurskiftini hjá læknunum eru ikki nóg góð, og arbeitt verður fram ímóti at avgreiða málið, áðrenn farið verður í summarfrí. Freistin er langt síðani farin. Vit skuldu havt bygt læknahøli fyri einum fýra ella fimm árum síðani. Tað hevur man so ikki viljað raðfest, men vit gera tað, sum vit kunnu, sigur borgarstjórin og leggur afturat, at málið væntandi kann avgreiðast áðrenn summarfrítíðina við einum eyka býráðsfundi í juni. Karlstadmodellið er ein háttur at geva fólki, sum hava trupulleikar við málinum, hjálp, so tey kunnu klára seg milllum onnur, reint málsliga. Tað er ikki neyðugt at hava nakra serliga diagnosu fyri at brúka Karlstadháttin, sigur Magna Jógvansdóttir, sum er forkvinna í nýstovnaða felagsskapinum, IAKM.FO, sum er ein greiin av altjóða felagsskapinum, IAKM.ORG. Í útvarpsstovuni er Eyðbjørg Hansen, sum greiðir frá hjálpini tey fingu við soninum, Baldur, sum í dag kann siga fleiri orð og kann verða millum sínar javnlíkar. Saman við henni er forkvinnan í IAKM.FO, Magna Jógvansdóttir. Soleiðis sigur Kristina Ejdesgaard, deildarleiðari á Apoteksverkinum, nú sólin skínur og fólk eri úti og njóta góða veðrið. Tað er týdningarmikið at minnast til tey trý sólráðini bæði tá vit eru í øðrum londum og ferðast, og tá vit til dømis fara í hagan ella út á fjørðin. Tá tú brennir teg, fær húðin skaða, sum kann koma til sjóndar seinni í lívinum. Talan kann til dømis vera um sóleksem ella í ringasta føri húðkrabba. Sangirnir, ið verða spældir, eru Childlike Maria Guttesen Hyde Páll Finnur Páll Akkurát sum Silvurdrongur I Wanna Make It Last Evi og Stig Borghild Dam Jacobsen hevur starvast í Mimir seinastu fýra árini sum barrvørður. Hon letur væl at sínum arbeiðsplássi og viðskiftafólkunum. Tað er við sorgblídni, at hon noyðist at siga farvæl við alt hetta. Mimir hevur verið sum ein familja , heldur Borghild. Umframt at vera barrvørður, skalt tú eisini hava leiklutin sum sálarfrøðingur , leggur hon afturat. Vikuskiftissendingin var á gátt hjá Borghild Herluf Lutzen hevur mangan spælt Mimir. Tað er við tungum huga, at siga farvæl til hetta staðið, sum umframt at vera eitt hugnaligt stað, er eitt arbeiðspláss bæði fyri barrfólk og tónleikarar Nemus Napoleon Djurhuus varð limur í Mimir í 1975 og kom í nevndina í felagnum í 1977. Frá 1984 2012 hevur hann verið dagligur leiðari fyri frítíðarfelagð, sum seinasta vikuskiftið fór av knóranum. Hoyr Nemus hugleiða um gamlar dagar og hvønn týdning, Mimir hevur havt í føroyska samfelagnum Óskar Eiriksson spældi við bólkinum Black Birds. Í 80 unum spældi hann nógv í ølklubbum, harímillum Mimir. Tað eru 20 ár síðani, Óskar spældi í Mimir, tí staðið hevur ikki havt orkestur síðani einaferð seinast í 90 unum, tá livandi tónleikur varð fluttur í hæddina í erva. Tá var ikki pláss fyri heilum orkestrum, lagt varð heldur upp til einstakar tónleikarar við gittara. Óskar var gestur í vikuskiftissendingini í sambandi við, at Mimir fór í søguna seinasta vikuskifti Í dag eru írar á fólkaatkvøðu um at avtaka grundlógarískoytið, ið bannar fosturtøku. Men meðan tey atkvøða í Írlandi, arbeiðir ein rørsla í Føroyum fyri fríari fosturtøku herheima, og 700 føroyinar hava sagt seg taka undir við hesum. Revsingarnar verða munandi harðari, krøvini til trygd verða herd, og brúkarin skal oftari taka støðu til, hvat hansara upplýsingar skulu kunna brúkast til. Altjóða ráðstevna var í Norðurlandahúsinum um Arktis herfyri. Tað eru alt fleiri lond, sum vísa Arktis áhuga og vit spyrja stovnaran av altjóða felagsskapinum Arctic Circle, Ólafur Ragnar Grímsson, hví so er. Eisin tosa við vit Gao Feng, umboðsmaður hjá kinversku stjórnini í arktiskum málum, um teirra áhuga í økinum. Hvat er gott Public Service og hvønn leiklut skal tað hava í samfelagnum Hvørjar skyldur áleggur tað einum stovni, ið er undirlagdur Public Service skyldum Tað eru ymsar meiningar um tað, ikki minst her heima hjá okkum. Vit tosa við Søren Mikael Rasmussen, sum í fleiri ár hevur starvast hjá DR og hjá TV2 í Danmark. 20 ferðir er lastbilførarin Justinus Justinussen meldaður av norðoyingum, sum ilskast, tá hann kemur koyrandi í sínum stóru bilum í smáu tunlunum. Eg havi fingið ov lítla tíð, heldur Maurice Ross, sum longu eftir annan dystin í landskappingini fekk eina kenslu av, at hann ikki fór at verða drúgvur í Víkingi. Í Írlandi verður væntandi stórur meiriluti fyri at gera fosturtøkulóggávuna linari, tá úrslitið av fólkaatkvøðuni í gjár verður talt upp í dag. Tað eru veljarakanningar, gjørdar uttan fyri valhølini, ið benda á, at meirilutin av veljarunum vil sleppa av við strongu fosturtøkulóggávuna, Írland hevur havt. Forboð hevur verið ímóti fosturtøku. Bert tá tað stendur um lív hjá mammuni, er fosturtøka loyvd. Veljarakanningarnar uttan fyri valhølini vísa, at sløk 70 prosent eru fyri at broyta fosturtøkulógina, og góð 30 prosent eru ímóti. Farið var at telja atkvøðurnar fyri einum tíma síðani, og úrslitið er væntandi seint seinnapartin ella í kvøld, skrivar BBC. Donsku sjónvarpsstøðirnar senda beinleiðis frá hátíðarhaldinum, og á middegi danska tíð verður hann at síggja saman við familjuni og Margrethu, drotning á svalanum á Amalienborg slotti, har tey fara at heilsa uppá fólkið. Hóast sjálvt føðingardagshaldið ikki er fyrr enn í dag, tá føðingardagurin er, so hava fleiri tiltøk longu verið kring Danmark, fyri at heiðra krúnprinsin. Onglendingurin Richard Branson og felag hansara Virgin Galactic kappast við Tesla stovnaran Elon Musk og stjóran í Amazon, Jeff Bezos, um at senda fyrstu ferðafólkini út í rúmdina. Og eftir øllum at døma ætlar 67 ára gamli ríkmaðurin Richard Brandson sjálvur at vera við fystu ferðina, tí hann er farin í venjing sum rúmdarmaður fyri millum annað at venja seg við vektloysi. Elon Musk og felag hansara, Spaxe X, sendi 6. februar fyrstu Falcon 9 rakettina í ringrás um jørðina. Enn hevur rakettin ikki havt fólk við, men berievni hennara er størri enn aðar rakettir higartil hava havt. Hetta var ein av spurningunum, sum panelið fekk at taka støðu til í sendingini hesaferð. Eisini vóru spurningar um hvat er at gera, tá ein aktivur maður fær staðfest demens, og um at tað er trupult at fylgja við, tá onnur hava so nógvar pengar at ferðast og keypa fyri. Í panelinum hesaferð eru Leif Láadal, Katrin Petersen og Dánjal Samuelsen. Mike Day úr Edinburgh í Skotlandi gjørdi filmin, sum var liðugur í 2016. Peabody heiðurslønin varð handað Mike Day á hátíðarhaldi í New York. Filmurin vann á millum øðrum víðakenda náttúrufilminum Planet two hjá David Attenborough og BBC. Filmurin, The Islands and the Whales , er ein lýsing av lívi føroyinga og náttúruni kring teir, millum annað hvussu fiskur, grind og fuglur hevur verið fingin til matna, og hvussu aldargamli siðaarvur føroyinga hevur skapt eina serstaka mentan og samleika. Samstundis kann ídnaðarsamfelagið og dálking tess gera enda á hesi mentan. Filmurin hevur verið vístur í Føroyum fyrr, men verður vístur aftur, nú hann hevur vunnið ársins Peabody heiðusløn sum besti dokumentarfilmur. Vakthavandi á politistøðini í Havn sigur við útvarpið í morgun, at eitt ferðafólk kendi seg ótrygt, tí so nógv ferðafólk vórðu við, og boðaði løgregluni frá. Í avtaluni stendur, at partarnir eru samdir um miðvíst at samstarva og styrkja handilsligu og búskaparligu bondini millum Føroyar og limalondini í EABS. Hon er eitt týðandi stig á leiðini at fáa handilsviðurskiftini millum Føroyar og londini í EABS í eina fasta legu, og fer væntandi at slóða fyri, at ein fríhandilssáttmáli millum Føroyar, Russland, Kasakstan, Hvítarussland og Kirgistan verður veruleiki, sigur hann. Poul Michelsen og Tatiana Valovaya, sum er ráðharri í EABS, ið varðar av samhandli við triðjalond, fara væntandi at skriva undir avtaluna í Føroyum í august. Sálmarnir, ið sungnir verða eru, fyri prædiku 328 Hesin er dagurin, Guð hevur sett 18 Alvalds Guð, vit prísa tær, 237 Andanna andi, stíg nú frá tí høga Og eftir prædiku. 252 Vit fingu eini gleðiboð at hoyra 353 Harrin rættir út sín arm 360 Takk, Jesus, fyri dópin mín 17 Prís tær veri, Guð, vár faðir Havstein Klein prestur prædikar, Eyðbritt Clementsen er deknur, við orglið situr Max Petersen og klokkari er Vilhelm Petersen Tøkningur í kirkjuni er Høgni Reinert Hansen Í útvarpsstovuni Leivur Thomsen Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, fegnast fyri føroyska vinnulívið, at Føroyar hava gjørt eina avtalu við evro asiatisku búskaparsamgonguna. Samgongan telur londini Russland, Hvítarussland, Kasakstan, Kirgistan og Armenia. Marita Rasmussen sigur, at tað serliga er Russland, sum er áhugavert fyri okkum í løtuni, tí vit hava so stóran samhandil við Russland og ein møgulig fríhandilsavtala kundi latið upp fyri enn størri samhandli. Tað liggja eisini fleiri møguleikar at samstarva við hini londini í búskaparsamgonguni, ið nú lata seg upp. Atfinningarsamar røddir hava verið frammi um, at vit hava ein ov stóran samhandil við eitt nú Russland, tá onnur evropeisk lond ikki gera tað av politiskum orsøkum. Tað atlitið er til tað politisku skipanina at taka sær av og tað er ikki eitt atlit, ið føroyska vinnan skal taka, sigur Marita Rasmussen. Hon sigur, at Føroyar merktu sjálvar handilsbann tá makrelstríðið var í hæddini og tá lat hesin nýggi møguleikin seg upp við russiska marknaðinum. Bæði Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin seta spurnartekin við, um veitingartrygdin verður nóg væl varðveitt í uppskotinum hjá Poul Michelsen, landsstýrimanni í uttanríkis og vinnumálum. EB Streymur TB FCS Royn 2 2 0 1 14. minuttir. 0 1 Salmundur Bech 62. minuttir. 0 2 Búi Egilsson 84. minuttir. 1 2 Gestur B. Dam 90. minuttir. 2 2 Pætur J. Petersen B36 NSÍ 2 3 2 1 01 minuttir 0 1 Petur Knudsen 06 minuttir 1 1 Jens Joensen sjálvmál 43 minuttir 2 1 Lukasz Cieslewicz brotsspark 65 ,min 2 2 Petur Knudsen 85 minuttir 2 3 Árni Frederiksberg 07 Vestur Skála 4 1 1 1 20. minuttir. 1 0 Sølvi Egilsson 37 minuttir 1 1 Ari Olsen 54. minuttir. 2 1 Høgni E. Nielsen 56. minuttir. 3 1 Ndende Adama Gu ye 89. minuttir. 4 1 Kyrylo Silich Umsóknir um menningarkvotu skal sum minstamark hava millum annað upplýsingar, sum nágreiniliga lýsa menningarætlanina og hvar í landinum, hon skal fremjast. Umsøkjarar skulu eisini boða frá, hvussu menningarætlanin kann skapa virðisøking, virksemi, arbeiðspláss, førleikamenning og inntøkur, og hvussu kvotan er ætlað at verða nýtt og virðisøkt frá veiðu til hagreiðing, virking, sølu og marknað. Øll í Føroyum, fólk og feløg, kunnu søkja um menningarkvotu, tí høvuðsøkini í kunngerðini um menningarkvotur eru tær sjey sýslurnar. Hósdagurin 31. mai er altjóða roykfríur dagur, og Fólkaheilsuráðið heitir á kommunurnar um at kynda bál, so fólk kunnu sleppa av við tubbak við at lata tað fara upp í royk á ein øðrvísi hátt enn vanligt. Eg ivist onga løtu í, at Norðurkorea verður ein týðandi tjóð ein dag, og tað er norðurkoreanski leiðarin samdur við mær í, skrivar Donald Trump. Washington Post skrivar, at forsetin hevur innkallað Sung Kim at standa fyri fyrireikingunum. Hann var sendiharri í Suðurkorea og hevur verið við á slíkum fundum fyri eini 10 árum síðani. Hann hevur fleiri týðandi embætisfólk við sær í Norðurkorea, skrivar blaðið. Óvissa hevur valdað um ætlaða toppfundin ímillum teir báðar leiðararnar, og hósdagin avlýsti Trump fundin. Longu fríggjadagin broytti hann støðu og segði, at USA hevði góðar fundir við Norðurkorea um kortini at hava fundin. Polittiskt órógv hevur verið í Italia síðani tjóðartingsvalið 4. mars, og nú arbeiðir Sergio Mattarella, forseti við eini ætlan um at tilnevna ein fyribils forsætisráðharra. Talan er um fyrrverandi stjóran í Altjóða Valutagrunninum, Carlo Contarella. Forsetin segði í gjárkvøldið, at Italia ikki kann hava ein fíggjarmálaráðharra, sum fer at virka fyri at strika evruna sum gjaldoyra. Tað ber snøgt sagt ikki til, segði hann. Tað var annars semja ímillum Fimmstjørnurørsluna og høgraflokkin, Lega, um at skipa stjórn, men tá forsetin ikki vildi góðkenna fíggjarmálaráðharrin, datt hon niðurfyri. USA hevur sett sær fyri at dubba aftur í Norðuratlantshavinum. Tað hendir við at annar flotin, sum hann varð nevndur, verður skipaður av nýggjum, samstundis við at herflotin fær ábyrgdina av økinum í Norðuratlantshavinum. Annar flotin, sum hann varð nevndur, varð niðurlagdur í 2011, tí mett var ikki, at nøkur hóttan var í Norðuratlantshavinum. Men nú er støðan broytt, og tí er neyðugt at skipa flotan av nýggjum, serliga tí bæði Russland og Kina gerast sjónligari í Norðuratlantshavinum, stendur í einum boðum frá amerikanska verjumálaráðnum, Pentagon. Tað er ikki endaliga greitt, hvørji skip skulu vera í flotanum, men skipini skulu fyrst og fremst taka sær av neyðuga virkseminum á eysturstrondini av USA og í Norðuratlantshavinum, stendur í boðunum. Tað verður tikið sum tekin um, at USA nú fer at broyta hernaðarliga virksemið, sum seinastu 20 árini hevur verið eitt stríð ímóti yvirgangi, til at verja seg og síni áhugamál ímóti russiska og kinesiska virkseminumkring heimin. Hans Fróði á Toftanesi, áður nevndur Hansen, varð í dag dømdur trý ár og níggju mánaðar fongsulsrevsing í rættinum í Lyngby millum annað fyri kynslig brotsverk móti einum smádrongi. Harvið fekk hann sama dóm sum mamma drongin. Hon fekk fyri kortum eisini trý ár og níggju mánaðar fongsulsrevsing fyri kynslig brotsverk. Sambært danska dagblaðnum, Ekstra Bladet , fekk føroyingurin møguleika fyri at siga eina síðstu viðmerking, áðrenn dómur varð givin. Hans Fróði á Toftanesi segði seg vera harman um støðuna, men hann segði eisini, at hann kundi ikki játta seg sekan í onkrum, sum hann ikki hevði gjørt. Um eg líti aftur Eri eg ein býttlingur Avgjørt. Havi eg gjørt nakað skeivt Ja. Var tað við vilja Ongantíð, segði Hans Fróði á Toftanesi. Hans Fróði á Toftanesi vardi seg við, at hann helt talan var um fantasi og ikki veruleika. Ákærin í málinum kravdi, at føroyingurin skuldi fáa harðari revsing enn mamman, tí Hans Fróði á Toftanesi skipaði fyri øllum misbrúkinum. Ákærin legði samstundis dent á, at framsøgnin hjá dømda føroyinginum var óálítandi, tí hann ofta bað um myndaprógv fyri misbrúkini, sum hann bað kvinnuna gera. Hans Fróði á Toftanesi fekk tó somu revsing sum kvinnan í málinum, og umframt fongsulsrevsingina skal Hans Fróði á Toftanesi gjalda sakarmálskostnaðin, og hann skal rinda misbrúkta dronginum 100.000 krónur í endurgjaldi. Hans Fróði á Toftanesi kærdi alt fyri eitt dómin til Eystara Landsrætt við kravi um frídøming. Hann skal framhaldandi sita í varðhaldi, til kærumálið kemur fyri. Á filmsbrotinum niðanfyri sæst, tá dómur varð sagdur í málinum fyrr í dag. Hann hevur ikki lisið umsóknirnar enn og kann tí einki siga um ítøkiligu verkætlanirnar, ella hvar tær eftir ætlan skulu verða, men feløgini, sum hava søkt, eru spjadd kring landið, sigur hann. Høgni Hoydal, landsstýrismaður skal nú seta trý fólk at meta um umsóknirnar, og tey verða útnevnd sum skjótast, sigur Rógvi Reinert, aðalstjóri. Mannagongdirnar, sum skulu brúkast til at viga umsóknirnar, eru lýstar í skjali, sum er lagt við kunngerðini um menningarkvoturnar, sigur hann. Sjey nesmenn keyptu motorin Jóhanna í 1918. Hann varð brúktur til útróður og sigling av ymsum slag eitt nú neyðsendarørindi upp á Tvøroyri. Í 20 unum leigaðu gøtumenn hann til várróður á Norðhavinum. Í Nesi vóru Innara støð og Uttarastøð. Kundi skip sigla Hvalbiarfjørð, kundi bátur altíð fara úr Nesi til skipið. Kolaarbeiði hevur verið í Hvalba gjøgnum nøkur 100 ár. Kolið var avskipað av Rananum í Nesi. Undir fyrra heimsbardaga var linja løgd frá kolholunum oman móti Leirum og haðani út í Nes. Kolavegurin varð gjørdur um seinna kríggj. Skúli var í Nesi frá 1915 fram í 70 ini. Eitt skifti í 20 unum vóru bæði kommunalur og privatur skúli. Forboð eigur at verða sett fyri einnýtisíløtum og borðbúnaði úr plasti, heldur ES nevndin, tí tað dálkar náttúruna, strendurnar og høvini í Evropa meira enn nakað annað. Jyrki Katainen, næstformaður í ES nevndini við ábyrgd fyri vøkstri, sigur, at plastikk, sum bert verður nýtt eina ferð, er ein vánalig loysn fyri bæði búskapin og umhvørvið. 70 prosent av ruskinum í havinum er annaðhvørt einnýtis plastikk ella mistur fiskireiðskapur, og nýggju reglurnar eru ætlaðar at avmarka um ikki at steðga hesi dálking. Aðrar famleiðslur skulu merkjast, so tað sæst, hvussu ringar tær eru fyri umhvørvið, og hvussu tær skulu burturbeinast, til dømis reinførisbind, vátserviettar og ballónir. Eitt annað endamál við nýggju reglunum er at fáa 90 prosent av øllum einnýtisfløskum innaftur í eini pantiskipan, sum skal vera galdandi fyri øll ES londini. Haraftrat skulu framleiðarar av einnýtslu plastikki áleggjast gjøld fyri kostnaðin av teirri upprudding, sum plast burturkastið hevur við sær. Tað verður til dømis galdandi fyri virki, ið framleiða chips og góðgæti í plastikkposum, sigarettir við filtri, plastíløt, fløskur og koppar. Tað sama verður galdandi fyri virki, ið framleiða fiskireiðskap, at tey skulu áleggjast gjald fyri útreiðslur av burturbeining. Kanningar vísa, at 27 prosent av tí, sum rekur upp á strendurnar í Evropa, er fiskireiðskapur. Hans Fróði á Toftanesi, áður nevndur Hansen, varð í dag dømdur trý ár og níggju mánaðar fongsulsrevsing í rættinum í Lyngby millum annað fyri kynslig brotsverk móti einum smádrongi. Harvið fekk hann sama dóm sum mamma drongin. Hon fekk fyri kortum eisini trý ár og níggju mánaðar fongsulsrevsing fyri kynslig brotsverk. Umframt fongsulsrevsingina skal Hans Fróði á Toftanesi gjalda sakarmálskostnaðin, og hann skal rinda misbrúkta dronginum 100.000 krónur í endurgjaldi. Hans Fróði á Toftanesi kærdi alt fyri eitt dómin til Eystara Landsrætt við kravi um frídøming. Hann skal framhaldandi sita í varðhaldi, til kærumálið kemur fyri. Løgreglan hevur skuldsett skiparan á tvíkilju Issehoved, sum sigldi um Nólsoyarfjørð um vikuskiftið, fyri at hava flutt fleiri fólk enn loyvt. Tær sjey kommunurnar í Suðuroynni mæla til, at kommunurnar fremja nøkur átøk, landið nøkur og kommunurnar og landið fremja nøkur saman. Borgarstjórin í Vági, Dennis Holm, er formaður í Kommunufelagnum ,og hann hugsar meira um kommunurnar í Suðuroynni enn um alt landið, tá talan er um eldraøkið, heldur Torbjørn Jacobsen. Tá hetta árið er farið, hevur Runavíkar kommuna havt 55,9 milliónir krónur í útreiðslum av eldraøkinum síðani 1. januar 2015 nógv meira enn nøkur kommununa í Suðuroynni, sigur Torbjørn Jacobsen. Tað váttaði Aksel V., Johannesen, løgmaður, eftir fundin við kommunurnar í Suðuroynni í gjár um, hvussu gongdin í oynni við minkandi fólkatali og arbeiðsloysi kann vendast. Vit hava fráboðað kommununum í Suðuroynni, at tá tað kemur til alivinnuna, sum er ein týdningarmikil vinna, so er tað soleiðis, at vit júst hava broytt lógina, soleiðis at tann fiskurin, sum er aldur í Suðuroynni, skal virkast í Suðuroynni, sigur løgmaður. Aksel V. Johannesen, løgmaður, sigur, at samráðingar hava verið millum Vinnumálaráðið og Bakkafrost, har Bakkafrost hevur latið tvey onnur loyvi inn fyri at fáa loyvið í Hvalba og í Hovi afturat loyvunum, sum felagið longu hevði í Vági og í Trongisvági frammanundan. Tað skuldi bæði gjørt tað, at tað verður munandi meira virksemi í alivinnuni og meira støðugt virksemi hjá teimum, sum arbeiða í alivinnuni. Tað kunnu bæði vit og suðuroyingar fegnast um, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður. Kommunurnar í Suðuroy eru á einum máli um, at farast skal undir at kanna møguleikarnir fyri at taka uppaftur sigling millum Suðuroynna og Skotlands. Mælt verður til alt fyri eitt at kalla inn til fundar millum Samferðslumálaráðið, Strandfaraskip Landsins og kommunurnar í Suðuroynni um Skotlandsleiðina. Fasta ferðasambandið til Skotlands var eisini ein nógv brúkt leið hjá ferðafólki, sum valdu Skotland og Stóra Bretland sum ferðamál, siga kommunurnar. Lítið er at ivast í, at hendan leiðin framvegis er sera áhugaverd leið hjá vinnulívinum í Suðuroynni, bæði hjá útflutningsvinnuni og í sambandi við innflutning. Ein góður ferðaleiðari gevur ferðafólki meir enn bara faktuellar upplýsingar. Tað skal vera undirhaldandi at lurta, og ferafólkini skulu tíma at lurta eftir tær. Tað siga tey bæði Rannvá Mortansdóttir og James Olsen, nú tey hava nomið sær útbúgving sum ferðaleiðarar á miðnámsskúlanum í Vestmanna. Tað er ikki altíð so lætt at finna upplýsingar um øll tey ymisku støðini, serliga tá vitjað verður á einum stað, sum er heilt gamalt, sigur James Olsen. Eisini kann tað vera avbjóðandi, tá ferðafólk spyrja ella vísa áhuga fyri onkrum, sum vit her í Føroyum ikki halda er so áhugavert. Eitt nú hevði eg nøkur ferðafólk, sum vóru ógvuliga áhuga í vindmyllulundini í Húsahaga. Tað er nakað, sum vit vanliga bara koyra framvið og geva okkum ikki so nógv far um. Í morgunsendingini greiddi Elin Henriksen frá føroyska málinum og okkara málbrúki. Harafturat svaraði hon spurningum frá lurtarum. Teir báðir eru samdir um, at tað er tætt í oddinum og tí er onki avgjørt enn. Eitt lið tekur seg tó framum hini fyri tíðina tað er HB. Manningarfeløgini eru ósamd við Reiðarafelagið, sum heldur fast um, at manningarnar skulu rinda ein part, tá kvotur verða keyptar á uppboði. Suðuroyringar hava sent inn mótmæli til Fótbóltssamband Føroya um dystin í hálvfinaluni í Løgmanssteypinum ímóti B36 í Gundadali. Tað skrivar lokalmiðilin Suðurrás . Fótbóltssambandið hevur sett dystin at byrja klokkan 17, men fleiri leikarar hjá suðuroyingum skulu til próvtøku, og hóast suðuroyingar hava leigað tyrluna, fáa teir ikki verið í Gundadali, fyrr enn ein tíma áðrenn dysturin skal byrja. Tað er ikki rímiligt, at okkara leikarar ikki hava sama møguleika at fyrireika seg til dystin sum B36, sigur Julius Vest Joensen, formaður í FC Suðuroy. Hon var upprunaliga bert galdandi fyri útskifting av jørð innangarðs, men í 1950 fekk hon við smærri broytingum og ískoytum eisini gildi fyri útskifting uttangarðs. Gøtumaðurin Líggjas Húsgarð varð settur sum formaður fyri royndarútskiftingini av Vestmanna í 1927, men málspurningurin førdi til tvídrátt millum hann og myndugleikarnar, og tí blivu tað danskir landinspektørar, ið komu at skipa fyri útskiftingunum í 1930 árunum. Eftir krígslok varð Líggjas Húsgarð aftur settur sum útskiftingarformaður, og eftir at Matrikulstovan varð sett á stovn í 1948, hava landmálarar á Matrikulstovuni verið formenn sambært grein 5 í útskiftingarlógini . Í 2007 varð Matrikulstovan gjørd til part av nýstovnaðu Umhvørvis stovuni. Útskiftingin hevur síðani verið fyriskipað av matrikul deildini á Umhvørvisstovuni, og landmálarar hagani hava verið útskiftingarformenn. Áðrenn farið verður undir útskifting Ein útskifting er ein samanlegging av mongu smálutunum, ið eigari eigur kring um í bønum, í størri eindir, og ein upploysing av felagseigindómum. Uttangarðs er talan um uppbýti av høgum, ið meiri hóskandi og kanska einbýttar hagapartar. Tað krevst, at eigarar og ella festarar, ið umboða minst 1 10 av markatalinum í bygdini, skrivliga boða frá til sýslumannin, at teir vilja hava útskiftingarmál til viðgerðar á komandi grannastevnu. Ein slík fráboðan skal vera sýslumanninum í hendi í seinasta lagi 1. november, fyri at málið kann koma fyri á grannastevnu, ið vanliga verður hildin í februar mánað. Um minst ein fjórðingur av markatalinum og minst ein fjórðingur av eigaratalinum atkvøður fyri útskifting á grannastevnuni, er útskiftingin lógliga viðtikin. Annars er málið fallið. Er útskiftingarmál viðtikið á grannastevnu, sendir sýslumaðurin hetta til Búnaðarstovuna, ið kannar eftir, um málið er lógliga viðtikið. Um so er, sendir Búnaðarstovan málið til Føroya landsstýri, ið uppnevnir formannin fyri útskiftingini. Umhvørvis stovan fær síðani málið, og skipar hon saman við formanninum fyri praktisku spurningunum í sambandi við útskiftingina, til dømis uppmáling, korttekning og rokniarbeiði. Hægsti myndugleiki í eini útskifting er útskiftingarnevndin, ið er skipað av formanninum, og tveimum nevndarlimum, ið Sorinskrivarin uppnevnir fyri hvørja útskifting sær. Eigarar, festarar og leigarar fáa høvi til undir útskiftingini at seta fram uppskot ella ynski um, hvussu og hvar teirra jørð skal leggjast. Útskiftingarnevndin roynir so vítt gjørligt at ganga hesum ynskjum á møti, men hetta er sjálvsagt bert gjørligt í ein vissan mun. sambandi við útskifting hevur kommunan rætt at ognartaka upp til 2 av veltu og upp til 4 av óveltu jørðini innangarðs í bygdini. Kommunalu myndugleikarnir avgera í samráð við útskiftingar nevndina innan fyri hesar karmar, hvar og hvussu nógv skal leggjast út til til dømis sethúsabygging. Eisini verður lagt lendi út til nýggjar vegir og til breiðkan av verandi vegum. Soleiðis verða kommunalu ætlanirnar arbeiddar inn í útskiftingarplanin. Í mun til ognartøku annars er vert at leggja til merkis, at við ognartøku eftir útskiftingarlógini er tað í fyrstu atløgu allur eigindómurin sum so, ið letur lendi, og ikki einstakir eigarar. Eigari kann tó krevja, at tað, ið ognartikið verður ítøkiliga frá honum, verður endurrindað honum, og ikki luttekur í útskiftingini. Tá nevndin er liðug við arbeiði sítt, verður tað latið til ákæru. Tað vil siga at eigararnir kunnu kæra útskiftingina til yvirútskifting. Í yvirútskiftingarnevndini er sorinskrivarin formaður og harumframt eru fýra nevndarlimir. Úrskurðurin hjá yvirútskiftingarnevndini er endaligur og kann ikki kærast til hægri rætt. Mannagongdin er hin sama sum fyri innangarðsútskiftingar. Í lógini verður orðið innmørk býtt um við orðið útmørk. Lýsingarfreistin er tó bert 14 dagar, meðan hon er 3 mánaðir fyri útskifting innangarðs. Uttangarðsútskifting viðgerð nógv størri víddir enn innangarðsútskifting, og tí verður máliborðsblaðið stødd 1 20.000 nýtt sum kortgrundarlag. Er bygdin býtt í hóskandi hagapartar, verður roynt at halda gomlu markini í stóran mun, og verður høvuðsbroytingin tá tann, at hvør eigari verður savnaður í ein hagapart. Í øðrum førum verða størri hagar býttir í smærri partar, eitt nú, tá ið bóndi, ið eigur í felagskapi saman við øðrum, hevur møguleika at fáa einbýttan haga. Landskassin rindar lønina hjá útskiftingar formanninum. Allar aðrar útreiðslur av útskiftingini verða býttar í helvt millum landskassan og eigararnar. Útskiftingarnevndin ger av, hvussu parturin hjá eigarunum skal býtast millum teir. Við innangarðs útskifting verður vanliga býtt eftir boniteringsvirði, og við uttangarðsútskifting eftir markatali. Taka allir eigarar undir við tí, og gera teir skrivligan sáttmála sínámillum um býti av einum haga, kann hetta fremjast sum útskifting í semju eftir kap. 12 í útskiftingarlógini. Sáttmálin verður tá tinglýstur, og neyðugu rættingarnar gjørdar í matrikulinum. Útskifting er ikki fyrisiting Verandi lóggáva á útskiftingarøkinum er væl eldri enn fyrisitingarlógin. Skipanin við útskiftingarnevndum og serligu reglurnar í útskiftingarlógini gera, at útskifting ikki kann roknast sum partur av almennari fyrisiting. Fyrisitingarlógin og lóg um alment innlit eru tí bert í avmarkaðan mun galdandi fyri útskiftingar. Hetta er niðurstøðan hjá Løgtingsins umboðsmanni. Tað var fyrrapartin um hálvgum ellivu tíðina, at ein maður, vápnaður við knívi, leyp á tveir politistar, sum vendu honum bakið. Maðurin tók skotvápið frá øðrum politistunum og skeyt báðar til deyða. Síðani skeyt hann ein borgara, sum sat í einum parkeraðum bili nærhendis. Álopsmaðurin flýddi síðani inn í ein skúla, har løgreglan skeyt og drap hann. Fleiri onnur politifólk vórðu særd undir tilburðinum, sigur almenni ákærin sambært France 24. Hvussu lýsa vit tað góða summarið og hvønn týdning hevur ljósa árstíðin Hesar og aðrar spurningar viðgera vit saman við Magnusi Gaard, lívfrøðingi, og Theodor Eli Dam Olsen, presti, fyrst í sendingini. Hvussu halda vit røttu summarferiuna og hvussu nógvar samanhangandi vikur skulu vit halda frí í einum, eru millum spurningarar, ið vit seta Erlingi Fles, sálarfrøðingi. Og hvør er søgan um summarfrítíðina Tað útgreina vit saman við Helga Eidesgaard, søgufrøðingi, sum tað fyrsta í tí seinra tímanum. Hvat merkir tað fyri okkum at fara í fjølluni á sumri Hesar og aðrar spurningar umrøða vit saman við Pól Sundskarð, ið ofta er á ferð í føroysku fjøllunum. Og hvussu gera vit eina sera vælsmakkandi summardessert Tað frætta vit nærri um, tá Sveinur Patursson fer at borðreiða. Tú kanst hoyra sendingina her Landsstýrismaðurin í vinnumálum heldur tað ikki vera nakran trupulleika, at Bakkafrost fær aliloyvið í Hvalba eisini, tí afturfyri hevur fyritøkan latið loyvini í Svínáum og Kaldbak innaftur. Poul Michelsen, landsstýrismaður, væntar, at tann fyrsta fríhandilssáttmálin við lond í Eurasiatisku samgonguni, teirra millum Russland, verður gjørdur um eitt ár ella so. Aksel V. Johannesen, løgmaður, vísir aftur, at serligar skipanir verða settar í verk fyri Suðuroynna, men tað er ein avbjóðing, at oyggin er so fjarskotin, og at fólkatalið minkar so nógv. Fíggingarleisturin fyri eldraøkið, sum ætlanin er at gera fyri Suðuroynna, skal eisini verða galdandi fyri aðrar kommunur, sigur løgmaður. Upprunaliga hevði Quim Torra valt fleiri ráðararrar, sum stjórnin í Madrid segði verða provokatión og sýtti fyri at góðkenna teir. Undangongumaðurin hjá Torra, Carles Puigdemont, er í løtuni í útlegd í Týsklandi og hevur sjálvur víst aftur, at hann kundi verið valdur til stjórnarleiðara aftur. Fyrr í hesum mánaðinum hitti Torra Puigdemont í Berlin. Og har segði Torra við fjølmiðlar, at undangongumaður hansara var rætti forsetin í Katalonia. Fýra aðrir katalonskir politikarar, Jordi Turull, Josep Rull, Lluis Puig og Toni Comin, vórðu á upprunaliga listanum yvir politikarar, sum Torra vildi hava í komandi landspartastjórnina. Teir sita allir í fongsli í Madrid. Eftir fólkaatkvøðuna í fjør, har meirluti av katalonum tók undir við at loysa frá Spania, sendi stjórnin í Madrid sjálvstýrisstjórnina í Katalonia til hús. Fyrr í hesum mánaðinum heitti Torra á stjórnina í Madrid um at lata Katalonia stýrismyndugleikan aftur, so at katalonsku politikararnir aftur kunnu stýra í landspartinum. Størsta granskingarstuðulin fær David Turesson til verkætlanina Íverksetanarumhvørvið í minni oyggjasamfeløgum ein komparativ granskingarverkæltan av íverksetan í fíggjarligum framkomnum samfeløgum. Hann fær góða 1,1 millión krónur til hesa gransking. Eisini hevur Rannvá Dahl fingið góða 1,1 millión krónur. Tað er til at granska í nýtsluni av fitisýrum og umsetninginum av karnitini í vøddakyknum hjá sjúklingum við CTD. Við játtanunum í hesum umfarinum eru á leið 230 verkætlanir stuðlaðar, síðani skipanin við granskingarstuðli varð sett á stovn fyri góðum 20 árum síðani. Tað er 70 ferðir so nógv, sum almennu tølini vísa, vísir nýggj kanning, sum er gjørd á lærda háskúlanum Harvard, og sum hevur avdúkað veruligu deyðstølini. Sambært kanningini doyði ein triðingur av teimum 4.600 ikki beinleiðis av ódnini, men av vantandi heiligvági, vánaligari og vantandi viðgerð á landsins sjúkrahúsum, sum vóru illa rakt av eitt nú streymslitum í tíðini eftir. Forndansk mál er upprunin til danskt skriftmál og er málið í tíðarskeiðnum millum 1100 og 1515 í tátíðarinnar Danmark. Tað skrivar Universitetsavísin. Forndanskt hevur verið útbúgving, sum lærdi háskúlanum áður hevur bjóðað lesandi, men nú verður hon strikað eins og føroyskt, íslendskt og fleiri aðrar útbúgvingar við fáum ella ongum lesandi seinnu árini. Sáðgóðskan hjá monnum er ikki góð. Góðskan er so vánalig, at støðan er alarmerandi, sigur Niels Skakkebæk, professari við Ríkissjúkrahúsið í Keypmannahavn. Deildin fyri Arbeiðs og Almannaheilsu skipar fyri ráðstevnu saman við Syddansk Universitet og Harvard School of Public Health, sum verður hildin í Norðurlandahúsinum, og eitt av evnunum er sáðgóðskan hjá monnum. Hóast burðartíttleikin hjá kvinnum í Føroyum er hægri enn aðrastani, er sáðgóðskan hjá føroysku monnunum sera vánalig. Og hvat er so at gera við hetta, spyrja vit Niels Skakkebæk, professara. Tað er gransking, gransking og aftur gransking og at fáa boðskapin út, sigur Skakkebæk. Ráðstevnan kallast PPTOX, sum stendur fyri Prenatal Programming and Developmental Toxicity, og tað er hvussu tað ófødda barnið verður ávirkað av umhvørvinum í móðurlívi, og hvussu eiturevni ávirka búningina hjá mannabørnum. Ráðstevnan endar í dag. Vit royna at herma eftir Ellu Fitzgerald, sigur Edith Dahl Jakobsen. Vit lurta væl eftir tónleikinum og leggja okkum so tætt at tí sum gjørligt. Um somu tíð var aðalfundur í felagnum Tórshavn, og har kom fram, at limirnir vildu sleppa fleiri útferðir, og ætlanin var so at brúka Kunningarstovuna, har Ingigerð á Trøðni starvaðist, sum miðstøð fyri túrarnar. Bette og Ingigerð tosaðu saman og so var at fara ígongd. Trygdarráðið eigur at vera í øðini og svara aftur álopunum, sum raka ósekar ísraelskar íbúgvar. Og palestinsku leiðararnir mugu dragast til svars fyri tað, sum teir lata um seg ganga í Gaza, sigur amerikanski ST sendiharrin, Nikki Haley. Hernaðarligir palestinar í Gazageiranum skutu í minsta lagi 50 rakettir móti syðra parti av Ísrael í gjár. Sambært tíðindastovuni, AFP, er hetta harðasta álopið síðani Gaza kríggið í 2014. Ísrael mælir ríkisleiðarum kring allan heim at fordøma álopið í gjár. Sambært ísraelska herinum, fingu tríggir hermenn løstir í álopinum. Luftverju skipanir skutu niður flestu rakettirnar, men ein rakett sprongdist nærindis einum barnagarði og elvdi til materiellan skaða, sigur ein hernaðartalsmaður. 28. februar fór hann í farloyvi úr løgtinginum, tí løgreglan kannaði eitt mál móti honum. 22. mars fór Bjarni Hammer aftur á ting, løgreglan var liðug við sínar kanningar, og statsadvokaturin boðaði frá, at tey gjørdu ikki meira við málið. Svarið upp á tann spurningin tvíbýtt. Annan partin av svarinum hevur John Kolbæk, fúti. Tað svarið sigur so mikið sum, at tað ikki er vanlig mannagongd at føra agamál móti vanligum løgreglufólki, sum eru í farloyvi frá sínum starvi. Bjarni Hammer er í skrivandi løtu í farloyvi sum løgreglumaður. Harnæst er Kølbæk bundin av tagnarskyldu. Bjarni Hammer er vanligt starvsfólk, og John Kølbæk kann ikki siga nakað um ítøkilig starvsfólkamál. Hann sigur í dag, at hann ikki hevur frætt nakað um nakað agamál móti sær í løgregluni. Tað sama sigur sakførari hansara Jógvan Páll Lassen. Í kvøld klokkan 19 spæla føroysku hondbóltskvinnurnar EM dyst móti Serbia í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn. Í Góðan morgun Føroyum var samrøða við ein av leikarunum, Bjartu Johansen, og annan av landsliðsvenjarunum, Sofus Dahl Christiansen. Sofus sigur, at liðið hoyrir heima í hesari kappingini og ikki í kappingum fyri smærri tjóðir. Lurta eftir samrøðuni her. Norðoyastevnuaftan letur Norðoya Listafelag á øðrum sinni dyrnar upp í Posthúskjallaranum í Klaksvík við framsýningini Summarlist. Vit hava verið á gátt, har vit hitta samskiparan Edward Fuglø og listarmenninar Jón Sonna Jensen og Dan Helga í Gong, sum eru millum listarfólkini á framsýningina. Harumframt spyrja vit um eitt nú týdningin av tílíkum framsýningum um landið, tá Solveig Hanusardóttir Olsen vitjar í útvarpsstovuni. Herfyri lat Silvurdrongur úr hondum yrkingasavnið Silvurbók Kinna Poulsen fer at ummæla nýggja savnið. Í kjalarvørrinum av stuttsøgukapping millum miðnámsskúlanæmingar á Glasi, er útgivin bók, ið telur 16 stuttsøgur. Malan Poulsen, Anna Sofía Jørgensen og Helena Joensen vitja í Nón. Eisini frætta vit frá Medunu Dalsgarð, sum er ein av limunum í arbeiðsbólkinum, sum arbeiður fram ímóti at seta á stovn listaskúla í Føroyum. Og í klassiska horninum fara vit at hoyra Summar úr Teimum fýra árstíðunum eftir Antonio Vivaldi. Tú kanst hoyra sendingina her B36 Suðringar 4 2 4 2 02 minuttir. 1 0 Robert Heðin Brockie 06 minuttir. 1 1 Salmundur Bech 34 minuttir. 2 1 Kaimar Saag 37 minuttir. 3 1 Benjamin Heinesen 40 minuttir. 3 2 Salmundur Bech 45 minuttir. 4 2 Eli Falkvard Nielsen Uppskot verður fyrireikað, sum sigur, at fólk, sum hjálpa fólkum, sum vilja koma inn í landið, og sum ikki eru í beinleiðis vanda, skulu dømast, um tey gera tað. Tað sama er galdandi, um fólk eru komin ólógliga til Ungarn. Trygdin hjá Ungarn er altíð í fremstu røð, sigur skrivstovustjórin hjá forsætisráðharranum, Csaba Domotor, sum leggur afturat, at uppskotið er eftir viljanum hjá fólkinum, sum gav Orban stóra undirtøku á valinum í apríl. Uppskotið er bert byrjanin til fleiri onnur uppskot, sum ætlanin er at seta í verk í Ungarn. Stjórin nevnir uppskotini Steðgið Soros lógunum . George Soros, sum er føddur og uppvaksin í Ungarn, hevur leingi stríðst fyri fólkaræði, mannarættindum og talifrælsi í nógvum londum kring heimin. Viktor Orban, forsætisráðharri, hevur fleiri ferðir funnist at Soros og hevur skuldsett politisk mótstøðufólk fyri at vera Soros fjepparar. Nýggju lógaruppskotini skulu til viðgerðar í tjóðartinginum í næstu viku, har flokkurin hjá Orban saman við einum samstarvsflokki hevur tveir triðingar av atkvøðunum. Hálvan mai læt George Soros skrivstovuna í Budapest aftur og boðaði frá, at skrivstovan verður flutt til Berlin. Orsøkina segði hann vera, at politiska og juridiska støðan í Ungarn versnar og minnir meir og meir um eitt einaveldi. Ein teirra, aum hevur nógv við henda film at gera,og sum luttekur í filminum er Rúni Nielsen, sum er í útvarpsstovuni og greiðir frá um filmin, Whale like me Harvey Weinstein skal hava neyðtikið eina kvinnu í New York í 2013 og framt kynslig brotsverk móti eini aðrari kvinnu í New York í 2004. Vit eru eitt stig nærri, at hann skal standa til svars fyri sínar gerðir, segði ákærin, Cyrus Vance yngri, í fráboðan til fjølmiðlar. Benjamin Brafman, verjin hjá amerikanska filmsframleiðaranum, boðaði stutt eftir frá, at 66 ára gamli Harvey Weinstein fer einki at siga í rættinum. Ákærin segði í fráboðanin, at tað, sum Weinstein hevur sagt um báðar kvinnurnar og um rættarskipanina yvirhøvur, kom ikki óvart á seg. Cyrus Vance, ákæri, takkaði kvinnunum fyri dirivið, tær høvdu víst, og eisini løgregluni í New York fyri stóra kanningararbeiðið hennara, sum ikki er liðugt enn. Seinasta fríggjadag vendi Weinstein sær sjálvur til løgregluna. Hann varð ákærdur og síðani latin leysur móti einari millión dollarum í trygd. Síðani hava meira enn 100 verið alment frammi við líkandi upplivingum. Millum annað kendu sjónleikarakvinnurnar Angelina Jolie, Gwyneth Paltrow og Salma Hayek. Fyri at vøllurin kann lúka krøvini til dystir hjá Betri deildini, mugu nýggjar ljósmastrar setast upp. Í 2018 eru avsettar 4,1 milliónir krónur á fíggjarætlanini til arbeiðið. Ætlanin er, at bygningurin og ítróttarøkið verður liðugt í 2019 2020, og tá alt er liðugt, kostar tað kommununi um 10 milliónir krónur, skrivar kommunan . Odd Eliasen, stjóri í Havsbrún, keypti 19 partabrøv og eigur nú 172.862 partabrøv, og Annika Frederiksberg, nevndarlimur og søluleiðari, keypti sjey partabrøv og eigur nú 15.469 partabrøv í Bakkafrosti. Partabrøvini vórðu seld fyri 339,82 krónur stykkið, sum var prísurin fyri partabrævið í Bakkafrosti, tá keypsskálin í Oslo stongdi mánadagin. Langt er millum partarnar, sigur Terji Sigurðsson, semingsmaður. Hann veit ikki, nær semingin er búgvin til semingsuppskot, men tað er verri enn so enn. Partarnir vóru á fundi allan dagin í gjár, og fundast varð til klokkan 21.30. Talan er um at gera nýggjar sáttmálar fyri alment settar maskinmeistarar á landi við Strandfaraskipum landsins, á vaktarskipunum og Magnusi Heinason. Men seinnapartin í gjár kom Babtjsenko sjálvur á tíðindafund í Ukreina. Har greiddi ukreinska trygdartænastan frá, at hon pallsetti drápið í eini roynd at fanga nøkur teirra, sum vilja Babtsjenko ilt. Á tíðindafundinum bað Babtsjenko um umbering fyri allan ruðulleika og ørkymlan, eftir at tað kom fram, at hann var dripin, og hann takkaði eisini teimum, sum hava syrgt seg. Babtsjenko búði í ukreinska høvuðsstaðnum, og boðini vóru, at hann varð skotin og dripin í heimi síðnum. Bæði løgreglan og ein starvsfelagi Babtsjenko váttaðu tíðindi um drápið týsdagin. Trygdartænastan segði á tíðindafundinum, at tey við hesum fyribyrgdu einari drápsroynd móti Babtsjenko, sum russiska stjórnin hevði bílagt, skrivar Reuters. Sambært stjóranum fyri trygdartænastuna, Vasili Gritsak, hevur hetta verið tilrættalagt í tveir mánaðir. Ein ukreinskur ríkisborgari er handtikin í málinum. 41 ára gamli journalisturin er kendur fyri alment at finnast at Vladimir Putin, forseta, og hann flutti úr Russlandi, eftir at hann varð hóttir. Hann flutti til kekkiska høvuðsstaðin, Pragh, og síðani til Kiev í Ukreina. Er talan ikki sum serligt viðurkennandi endamál, verður eftir 1. august í ár bannað at vera í klæðum, sum fjala andlitið á almennum støðum. Við hesum verða ikki bara muslimsk klædnapløgg so sum niqab og burka ólóglig at vera í á almennum støðum men eisini eftirgjørt skegg, maskur og húgvur, sum fjala andlitið. Men loyvið er at fjala andlitið, um talan er um serligt viðurkennandi endamál. Eitt nú, at tú køldu vetrarmánaðirnar hevur turriklæðið upp fyri andlitið, ella um tú ert í masku á veg til føstulávintshald, skrivar danska kringvarpið. Hóast sølan øktist við 63 milliónum krónum, úr 269 milliónum til 332 milliónir krónur, gjørdist úrslitið hjá reiðarínum Næraberg 16 milliónir verri í 2017 enn árið fyri. Síðstu árini hava annars verið góð hjá reiðarínum. Næraberg hevði 17,7 milliónir í yvirskoti í 2016, góðar 18 milliónir í 2015, 20 milliónir í 2014 og 12 milliónir í 2013. Sambært tíðindaskrivi frá reiðarínum eru tað í høvuðsheitum tilfeingis og uppboðssølugjaldið, sum nú fer avstað við yvirskotinum í felagnum. Hanus Hansen vísir á, at Næraberg í fjør rindaði 81 milliónir krónur í tilfeingis og uppboðssølugjaldi. Tað er stívliga tvífalt so nógv sum árið fyri, tá Næraberg rindaði 44 milliónir í tilfeingis og uppboðssølugjaldi. Tað er serliga uppboðssølugjaldið, sum í framtíðini kann koma at gera enda á føroysku fiskivinnuni, sigur Hanus Hansen í tíðindaskrivinum. Reiðarin vísir á, at í fjør broyttist marknaðurin soleiðis, at prísurin á sildini fall í botn, eftir at bjóðað varð á uppboðssøluni. Hanus Hansen sigur í tíðindaskrivinum, at við uppboðssøluni er nærum ógjørligt at arbeiða við langtíðarætlanum í fiskivinnuni í dag, og at leggja ætlanir fyri nýbyggingum er tí ikki møguligt. Ráðið hevur sent bræv til kommunurnar har heitt verður á tær at kynda bál, so fólk fær henda møguleikan, nevniliga at kasta tubbakið á bálið. 9. mai umrøddi danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, um tíðin ikki var búgvin hjá dønum at sleppa fyrivarnunum og heldur gerast ein veruligur partur av Europeiska Samveldinum, nú 25 ár eru liðin, síðani fyrivarnini komu. Í 2000 vrakaðu fólk evruna sum gjaldoyra, og í 2015 atkvøddu tey ímóti at sleppa fyrivarnunum. Og í so máta er støðan ikki broytt sambært veljarakanningini. Tá talan er um rættar og løgregluundantakið, er støðan eitt sindur øðrvísi, tí 32 siga seg vera fyri felags samstarvi á tí økinum, meðan 54 eru ímóti. Í røðuni 9. mai gjørdi Lars Løkke Rasmussen greitt, at eingin nýggj fólkaatkvøða um málini er ávegis. Men hann legði dent á, at Vinstri flokkurin vil hava tættari samstarv við ES, og tí eigur orðaskiftið at vera um viðurskiftini. Seinast í mars boðaði Trump frá, at tollur uppá 25 á stál og 10 á aluminioum verður settur í verk, um viðurskftini í samhandlinum ikki verða broytt. Stutt eftir boðaði hann frá, at Evropa, Kanada og Mexico og nøkur onnur lond í fyrstu syftu sluppu undan tollinum. Tað komst av, at tollurin serliga skuldi raka kinesiska útflutningin til USA. Á toppfundi í Bulgaria samdust ES londini um at bjóða USA til samráðingar um broytingar í handilsviðurskiftunum. Tilboðið er bert galdandi, um USA sleppur ætlanini um at leggja toll á evropeiskar vørur. Tað er altavgerandi, at vit goyma matvørur rætt. Ikki alt, sum skal goymast í køliskápi, og ei heldur allar matvørur, sum kunnu liggja saman í køliskápinum. Eitt, sum fólk ofta hava liggjandi í køliskápinum, eru tomatir. Men í roynd og veru er best at hava tær liggjandi á køksborðinum, tí tær halda sær longri og smakka eisini betur tá, sigur Rannvá Lamhauge Beder, sum er kokkur. Ein vøra, sum fólk ofta eru noydd at tveita burtru eftir fáar dagar í køliskápinum, er salat. Men her snýr tað seg eisini um at goyma matvøruna rætt. Legg salatið í ein posa og klipp eitt lítið hol í annað hornið í posanum. Tað ger, at salatið ikki blívur vátt og keðiligt, og heldur sær tískil longri, sigur Rannvá Lamhauge Beder. Í morgunsendingini greiddi hon eisini frá, hvussu tað ber til at brúka ymsar matvørur til fulnar, soleiðis at so lítið sum gjørligt verður tveitt burtur. Eitt nú brúkar hon skalið av leyki til at gera buljong. Tá eg brúki leyk í matgerð, frysti eg alt skalið niður í einum posa. Tað sama geri eg við eitt nú stelkin á brokkoli. Tað er fínt at brúka sum grønmetisbuljong til onkrar ávísar rættir, ella tá tú skalt gera súpan, sigur Rannvá Lamhauge Beder. Vit hava rennarar úr umleið 28 ymiskum londum, og tað tykist, sum at áhugin hjá útlendingum at luttaka í maraton í Føroyum gerst bara strri og størri fyri hvørt ár, sigur Herluf Jacobsen frá rennifelagnum Bragdið. Vit hava sett hetta markið, soleiðis at vit eisini sjálvi kunnu fylgja við og veita rennarunum ta tænastuna, sum teir vænta til eitt slíkt tiltak. Hóast áhugin er ógvuliga stórur, so velja vit at vaksa um tiltaki í smáum, sigur Ann Thomsen frá Bragdinum. Tað er alneyðugt at stimbra málið hjá børnum og áhugan fyri bókmentum og mentan sum heild. Tí er tað púra burturvið, at samgongan í Tórshavnar býráði nú ætlar at brúka fjórðu hæddina á Býarbókasavninum til kommunalar skrivstovur heldur enn til barna og ungdómsdeild, sum ætlanin hevur verið, og sum Býarbókasavnið hevur fingið í hyggju, men sum býráðið nú ætlar at broyta. Málið um fjórðu hædd á býarbókasavninum var á skrá til býráðsfundin hjá Tórshavnar býráðið í síðstu viku, men tað var tikið av skrá saman við fleiri øðrum málum, og tí er støða ikki enn tikin til málið. Men Fíggjarnevndin í býráðnum mælir til at broyta heildarætlanina fyri umbygging av Býarbókasavninum frá 2016, so hon ikki fevnir um fjórðu hædd. Heldur skjýtur fíggjarnevndin upp, at fyrisitingin hjá kommununi skal hava skrivstovur á fjórðu hædd. Orsøkin til broytingina er millum annað, at landið, sum skal gjalda upp til helvtina av umbyggingini, ikki vil lata so nógv, sum kommunan biður um. Men hesa broyting eru eisini starsvfólk á Býarbókasavninum sera misnøgd um og vístu í opnum brævi til býráðslimirnar á, at Býarbókasavnið fekk játtað fjórðu hædd fyri fleiri árum síðani og hevur síðani arbeitt við at lima hetta inn í bókasavnið. Ætlanin hevur alla tíðina verið at nýta fjórðu hæddina til at betra um skrivstovuumstøðurnar hjá starvsfólkunum, til matpakkaøki til dagstovnar og einstaklingar, leikasavn til at lána leikur út, ævintýrarúm til djúphugsan og friðarløtur, spælirúm og ungdómsdeild, skrivar starvsfókini. Helena Dam á Neystabø vísir á, at í 2015 góðtók Býarbókasavnið, at íløgujáttanin til Býarbókasavnið í 2015 varð flutt til at gera nýggja KT deild í Gamla Føroya Banka við tí treyt, at býarbókasvnið fekk fjórðu hædd í miðbýnum. Tey hava offrað sína egnu íløgujáttan fyri at vinna hesu hølini, og nú missa tey hølini aftur. Tað kann ikki góðtakast, sigur Helena Dam á Neystabø og greiðir frá, at heildarætlanin frá fyrstan tíð staðfesti, at Býarbókasavnið skuldi fáa fjórðu hæddina í samband við at byggja barna og ungdómsdeildina út. Tað haldi eg, vit skulu halda so rimmar fast við, tí Býarbókasavnið hevur ikki bestu umstøður, men tað hevur klárað at ment seg øgiliga nógv innan fyri teir karmar, sum eru, og vit hava skyldu til at útbyggja teir, sigur hon. Helena Dam á Neystabø heldur, at tað er visiónsleyst at brúka fjórðu hædd til skrivstovur heldur enn til stimbran av mál og mentan hjá børnum og ungum. Málmenningin er tann týdningarmiklasta menningin fyri, at børn skulu kunnu gerast sterkir og dugnaligir samfelagsborgarar, sigur Helena Dam á Neystabø og leggur afturat, at býráðið á sinni samtykti at gera eitt leikusavn í Býarbókasavninum, sum nú ikki verður til nakað, tí fyrisitingin hjá kommununi skal brúka hølini. Fleiri av smáu bankunum í kongaríkinum eru ikki nóg væl fyri, um eitt bakkast kemur. Tað sigur tjóðbankin í eini frágreiðing eftir at hava kannað allar peningastovnarnar. Tjóðbankin nevnir í frágreiðingini, at teir størru bankarnir eru væl fyri og hava nóg mikið av kapitali, men eins væl stendur ikki til hjá fleiri av smáu bankunum. Eingir bankar verða kortini nevndir. Heldur gongdin fram, so fara fleiri av teimum smáu bankunum at mangla 200 milliónir krónur í 2020 bara fyri at halda minstakravið. Kemur tað so langt, at bankarnir skulu takast av ella hjálpast, so hava myndugleikarnir nóg mikið av møguleikum til tað. Men tey, sum eiga bankarnar, og tey, sum bankarnir skylda pengar til, mugu rokna við at missa síni virðir. Seks peningastovnar í Danmark verða mettir at vera somikið týdningarmiklir, at teir ikki mugu fara á húsagang. Teir eru allir somikið væl fyri, at eingin vandi er fyri teimum, sigur tjóðbankin. Men kemur ein álvarslig kreppa, so verða teir eisini raktir, tí virðið í teimum bankunum er so lítið omanfyri minstakravið, vísir tjóðbankin á. Eitt samstarv millum DR og SVT hevur við sær, at eitt gamalt føroyskt gróthús nú verður endurbygt til eitt nýtt endamál. Vit frætta nærri, tá Hans Becker og Eyðun Eliasen vitja í Nón. Og hevur tú hug til at vera við til at endurbyggja hoyggjhúsið, kanst tú senda ein teldupost. ALBUM er heiti á serstakum konsertleisti, har áhoyrarin kann hoyra eina live útgávu av einum tónleikaverki frá gulløldini hjá rútmiska tónleikinum í 1970 árunum. Vit fregnast um tiltakið. Beate L. Samuelsen er nývald forkvinna í Landsfelag Pensjonista Beate er okkara Hósdagsgestur. Kommunurnar í Suðuroy hava latið úr hondum drúgt álit um støðu og framtíð. Og í Eygleiðingini í dag skifta vit orð um Suðuroynna, tá orðaskifti verður millum eygleiðararnar Georg L. Petersen og John Johannesen. Tú kanst hoyra sendingina her Kommunan vil hava ein sjálvstøðugan roknskap fyri eldraøkið, men Fíggjarmálaráðið sigur, at útreiðslur og inntøkur á eldraøkinum skulu bókast í kommunala roknskapinum. Unga tónaskaldið, Eli Tausen á Lava, hevur j st verið á stórari, altjóða tónleikastevnu í Kina, har eitt verk hjá honum varð framført fyrstu ferð. Hvar liggur fyrsti vegurin, sum varð liðugur í 1790 Hvussu eitur fyrsti koyrivegurin Hvar kom fyrsti koyrivegurin millum bygdir Hvør var fyrsti tunnilin Tað svarið finst í Landsverki, sum letur dyrnar upp fyri almenningin í kvøld í samband við Mentanarnáttina í Havn. Finnur Koba hevur hugt nærri at framsýningini og ikki minst køkuni sum eru gjørd til gestirnar í kvøld. Helgi Fossádal hevur savnað myndir av øllum skipunum, sum hava røkt oyggja , uttanlands , og farmasiglingina fram til dagin í dag. Finnur Koba hevur hugt at framsýningini í Müllers Pakkhúsi. Framsýningin Samferðsla í 100 ár , sum er í Müllers Pakkhúsi, er opin til og við sunnudagin 17. juni. Hon letur upp aftur í dag klokkan tvey fram til klokkan 23 í kvøld. Hon sleit bæði barna og vaksnaskógvar á gomlu Dimmu. Nú hon er vorðin eldri, er hon vorðin forkvinna í Landsfelag Pensjonista. Vit práta við Beate um tað at vera pensjonistur og verða gamal í Føroyum. Sosialistaflokkurin setti mánadagin fram misálit móti forsetanum, eftir at 29 persónar, sum hava tætt tilknýti til flokkin hjá Rajoy, vórðu dømdir fyri umfatandi mutur og svik. 176 parlamentslimir skulu atkvøða fyri misáltinum, fyri at tað skal verða samtykt, men Sosialistaflokkurin hevur bara 84 sessir í parlamentinum. Men Podemos flokkurin hevur sagt seg taka undir við misálitinum, og í gjár tóku eisini katalonskir og baskiskir tinglimir undir við misálitinum. Og standa øll við sítt lyfti í dag, so verður misálitið samtykt. Pedro Sanchez, leiðari fyri sosialistaflokkin, tekur so væntandi við sum forsætisráðharri. Hann hevur lovað, at val verður um fáar mánaðir, um misálitið verður samtykt. Tað er ikki ofta, at misálit verður reist í Spania. Síðani 1975, tá Spania fekk demokrati, hava trý misálit verið reist í spanska parlamentinum, men tey eru øll fallin. Í mars kom triðja og nýggjasta fløgan hjá teimum Támsins likam , og í tí sambandi var ein útseld útgávukonsert í Sjónleikarahúsinum. 63 ára gamli Mariano Rajoy, noktaði undan atkvøðugreiðsluni at leggja frá sær, tí hann hevði álitið frá veljarunum, sum valdu hann í 2016. Sosialistaflokkurin setti mánadagin fram misálit móti forsetanum, eftir at 29 persónar, sum hava tætt tilknýti til flokkin hjá Rajoy, vórðu dømdir fyri umfatandi mutur og svik. 176 av teimum 350 parlamentslimunum skuldu atkvøða fyri misáltinum, fyri at tað skal verða samtykt, men Sosialistaflokkurin hevur bara 84 sessir í parlamentinum. Men Podemos flokkurin og katalonskir og baskiskir tinglimir atkvøddu fyri misálitinum, tilsamans 180 atkvøddu fyri, sostatt varð misálitið samtykt. Pedro Sanchez, leiðari fyri sosialistaflokkin, verður fyribils forsætisráðharri. Hann hevur lovað, at val verður um fáar mánaðir, um misálitið verður samtykt. Tað er ikki ofta, at misálit verður reist í Spania. Síðani 1975, tá Spania fekk demokrati, hava trý misálit verið reist í spanska parlamentinum, men tey eru øll fallin. Partarnir samráddust seinnapartin í gjár, og tá samráðingarfólkini hjá Maskinmeistarafelagnum og Lønardeildini fóru til hús, fóru semingsmenninir, Terje Sigurdsson og Símun Absalonsen, undir at orða eitt semingsuppskot, sum verður lagt fyri partarnar á middegi í dag. Talan er um at gera nýggjar sáttmálar fyri alment settar maskinmeistarar á landi, við Strandfaraskipum landsins, á vaktarskipunum og Magnusi Heinason. Sum kunnugt er íløgukarmurin avmarkaður, men vónandi ber til at dagføra íløguætlanina, so at fyrireikingarnar verða lidnar í 2019, og at farið verður undir tunlarnar norður um Fjall, skjótari enn upprunaliga ætlað, sigur løgmaður. Fyri umleið trimum vikum síðani varð heitt á embætisfólk úr Samferðslumálaráðnum, Fíggjarmálaráðnum og Løgmansskrivstovuni um at greina íløgur á samferðsluøkinum í mun til byggivirksemi, fígging og møguligar raðfestingar. Ósemja var íkomin innanhýsis í samgonguni, tí Henrik Old, landsstýrismaður, vil bora Fámjinstunnilin, eftir at Hvalbiartunnilin er liðugur, og ikki Dalstunnilin, soleiðis sum Fíggjarnevndin við Ruth Vang á odda vil. Greiningararbeiðið er í gongd, og ætlanin er at koma við eini niðurstøðu seinni í summar, stendur í svarinum frá Akseli V. Johannesen, løgmanni, til Bjørn Kalsø, tingmann. Klokkan 14 skulu Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum og Maskinmeistarafelagið svara um tey góðtaka ella vraka semingsuppskotið, sum semingsstovnurin legði fyri partarnar á middegi. Partarnir samráddust seinnapartin í gjár, og tá samráðingarfólkini hjá Maskinmeistarafelagnum og Lønardeildini fóru til hús, fóru semingsmenninir, Terje Sigurdsson og Símun Absalonsen, undir at orða eitt semingsuppskot, sum nú varð lagt fyri partarnar klokkan 12 í dag. Talan er um at gera nýggjar sáttmálar fyri alment settar maskinmeistarar á landi, við Strandfaraskipum landsins, á vaktarskipunum og Magnusi Heinason. Talan er um 650 limir, fyri tað mesta kvinnur, sum arbeiða á eldraøkinum, og Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum, hevur áður lagt dent á, at talan er um láglønt kvinnustørv, sum skulu hava lønarlyft. Mánaðarlønin hjá einum útbúnum heilsuhjálpara er góðar 23.000 krónur um mánaðin á hægsta stigi umframt viðbøtur, og tað er ikki nóg mikið, hevur forkvinnan sagt. Hinumegin samráðingarborðið situr Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, sum eisini skal taka atlit at, at tørvurin á eldraøkinum veksur støðugt, sohvørt sum miðalaldurin í Føroyum økist. Samráðingar um nýggjan sáttmála millum Heilsuhjálparafelag Føroya og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hava vart í nógvar mánaðir. Í verandi sáttmála stendur, at boðast skal frá verkfalli 48 tímar frammanundan, og annars stendur einki um undantøk, um talan verður um verkfall. Heilsuhjálparafelagið hevur í seinastuni skrásett lønarupplýsingar hjá limunum, sum skulu brúkast, um so er, at verkfall verður, og limirnir skulu hava útgjald úr verkfallskassanum. Tá hesar samráðingarnar eru av, stendur Heilsurøktarafelag Føroya fyri tørni. Her er eisini talan í nógv størsta mun um kvinnustørv, eini 350 í tali. Talan er um tilsamans 2,8 milliónir krónur, sum kommunan hevur sent teimum. Orsøkin er, at fólkini ikki hava fingið fyri sættu frívikuna seinastu seks árini, og tað hava tey so fingið nú. Elsa Johanna Høgenni, deildarleiðari á starvsfólkadeildini, sigur, at kommunan varð gjørd varug við viðurskiftini seinasta heyst, um tey tímaløntu ikki áttu at fáa pening fyri sættu feriuvikuna. Síðani fór kommunan at kanna viðurskiftini, og úrslitið varð, at fólkini áttu at fáa pengarnar, sum tey kortini ikki høvdu fingið. Kommunan leitaði fimm ár aftur, og valdi síðani at taka hetta árið við, og tí hava fólkini nú fingið útgjald fyri seks ár, upplýsir Elsa Johanna Høgenni. Tað er ógreitt við árunum frammanundan, tí vanliga er fyrningarfreistin fimm ár, og tí skal ein juridisk kanning gerast av teimum árunum. Elsa Johanna Høgenni sigur, at kanningarnar hjá kommununi hava víst, at skipanin við sættu frívikuni kom í gildi í 2004, og kanningarnar hava eisini víst, at kommunan ongantíð hevur goldið fyri hana. Tí er neyðugt hjá kommununi at fáa eina løgfrøðiliga kanning av málinum, so greiða fæst á, um vanliga fyrningarfreistin upp á fimm ár er galdandi, ella um kommunan má djúpri í lumman eftir pengum. Nær tann kanningin verður liðug, er ikki greitt, men tað verður neyvan fyrr enn í heyst, sigur Elsa Johanna Høgenni, deildarleiðari á starvsfólkadeildini hjá Tórshavnar kommunu. BBC skrivar, at ES hevur gjørt ein lista upp á 10 síður við amerikanskum vørum, sum skulu tollast. Talan er eitt nú um Harley Davidson motorsúkklur og nógvar ymsar matvørur. Donald Trump hevur sagt, at tollurin skal verja amerikanskar stálframleiðarar, og at hetta er alneyðugt fyri landsins trygdarstøðu. Franski forsetin, Emmanuel Macron, ringdi sambært BBC í gjárkvøldið til amerikanska forsetan og segði honum, at tollurin er ólógligur , og somu vending brúkar formaðurin í altjóða handilsnevndini hjá ES parlamentinum, Bernd Lange. Peter Altmaier, sum er týskur búskaparmálaráðharri, vónar, at eitt sterkt móttiltak frá ES fer at fáa Donald Trump at umhugsa sína avgerð av nýggjum. Í fjør fingu 131 persónar prógv við hægri lærustovn, og tað eru 46 færri samanborið við árið frammanundan. Og í 2017 var eingin nýggjur sjúkrarøktarfrøðingur útbúgvin í Grønlandi. Í hesum døgum verður eitt gamalt hoyggjhús endurbygt við Rossagøtuna í Havn. Hoyggjhúsið verður laðað úr gróti og takt við flagi. Harumframt verða beinkir úr træi gjørdir inni í upprunaliga hoyggjhúsinum. Tað er Hans Keiding, sum er útbúgvin arkitektur, ið er vertur á sendingini, meðan Paolo Impagliazzo er myndamaður. Eyðun Eliasen, arkitektur, hevur samskipað verkætlanina í Føroyum. Tilsamans verða fimm sendinginar gjørdar úr Norðanlondunum, har av ein í Føroyum. Endamálaið er at varpa ljós á siðbundna bygging og hvussu henda kann nýtast á ein øðrvísi hátt í dag. Hans Keiding sigur, at eru tað handverkarar, ið hava eina løtu tøka komandi dagarnar, eru teir vælkomnir at skriva til sín á teldupostbústaðinum, tí teir hava brúk fyri fleiri handverkarum. Maskinmeistarafelagið og Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum góðtóku semingsuppskotið frá semingsmonnunum og hava fyri lítlari løtu síðani skrivað undir nýggjan tvey ára sáttmála. Tað upplýsir Terje Sigurðsson, semingsmaður. Talan er um nýggjar sáttmálar fyri alment settar maskinmeistarar á landi, við Strandfaraskipum landsins, á vaktarskipunum og Magnusi Heinason. Lønin hækkar við 2,3 tann 1. oktober 2017. Tann 1. oktober 2018 verða lønartalvurnar fyri Strandfaraskip Landsins og maskinmeistarar í almennari tænastu á landi broyttar. Fyri maskinmeistarar við Magnus Heinason hækkar lønin 2,5 . Maskinmeistarar við vaktarskipunum hjá Vørn eru tænastumenn, og lønin fylgir avtaluni við Tænastumannafelagið, skrivar Fíggjarmálaráðið í tíðindaskrivi. Umframt lønarhækkingar og broytingar av lønartalvum eru ymiskar broytingar gjørdar í sáttmálunum, millum annað nýggjar ásetingar um barsil, starvsetan og viðvíkjandi dokking uttanlanda. Fyri alment settar á landi hava vit fingið karmin tað fyrsta árið, men tað næsta árið hava vit fingið tað, at vit fáa trin inn, sum gera mun. Vit hava havt ein øgiliga flatan sáttmála, har tað var 1.200 krónur á muni frá byrjanar og endalønini hjá einum maskinmeistara. Tað hava vit als ikki verið nøgdir við, og nú hava vit fingið trin inn, so tað hækkar 480 krónur fyri hvørt trinið sigur Ólavur Gunnarson, formaður í Maskinmeistarafelagnum. Lønartalvurnar verða settar í verk 1. oktober 2018, og sambært formanninum í Maskinmeistarafelagnum verður tað nú skjótari at koma frá byrjanar til endastig. Nú sáttmáli er gjørdur við Maskinmeistarafelagið, fer Lønardeldin hjá Fíggjarmálaráðnum undir samráðingar við handverkarar og yrkisfelagið Miðnám, og semja skal gerast við Tænastumannafelagið. Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, gjørdi fyrst í árinum av at seta ein bólk við millum annað Jógvani Amonsson, grannskoðara, at finna eina nýggja pensjónsskipan til løgtingsfólk. Hetta stigið varð tikið eftir, at málið hevði staðið á arbeiðsskránni í fleri ár men uttan semju millum formenninar í politisku flokkunum ella nakað úrslit. Løgtingsfólk hava eina pensjónsskipan, sum víkir munandi frá tí, sum onnur fólk í samfelagnum hava. Og sum eisini er munandi dýrari og betri, enn tildømis landsstýrisfólk nú hava. Løgtingsfólk vinna sær rætt til fulla tænastumannapensjón eftir bara at hava verið í tingsessinum í sekstan ár. Um ætlanin er, at eftirlønin hjá tingfólki skal vera, sum hon er hjá landsstýrisfólki, so skulu tingfólk sjálv spara upp til eftirløn. Tann broytingin varð gjørd fyri landsstýrisfólk fyri nøkrum árum síðani, og tá fingu tey eina munandi lønarhækking samstundis. Um tingfólk eisini skulu hava lønarhækking, nú teirra pensjón verður nýskipað, fæst at vita í næstu viku, tá tilmælið verður latið løgtingsformanninum. Í sambandi við at heimsmeistaraskap verður í karaoke í næstum, verður undanumfar leygardagin klokkan 18 í Glitnir í Havn. Føroyar luttaka sum sjálvatøðug tjóð. Fyriskiparar av føroyska tiltakinum eru Gurli Tummasardóttir Niclasen og Sofía Juul Rasmussen úr Karaokefelag Føroya. Tær greiða frá um tiltakið í Glitnir. Seinast, føroyameistarasjkap var, var fyri tveimum árum síðani, og tá vann Sofía heiðurin. Hon er altso føroyameistari í karaoke í løtuni. Vikuskiftissendingin fór á gátt í Glitnir. Hoyr eisini Sofíu syngja ein sang í innslagnum. Leingi er tað, ið væl skal verða. Fyrst í árinum gjørdi vikuskiftissendingin samrøðu við Leif Sørensen, har hann segði, at matstovan í Skeiva Pakkhúsi eftir ætlan skuldi lata upp í mars mánaða. Men tað er nógv, sum skal passa saman, og verkætlanin varð sostatt seinkað einar tveir mánaðir. Men nú virkar matstovan, og Leif stendur sjálvur í køkinum saman við øðrum og ger mat, hóast hann heldur vildi fingist við gransking innan mat og kanska givið eina bók um mat út. Man má hava eitt arbeiði , staðfestir Leif. Hoyr innslagið her Tí eigur skuldarmarkið eisini at verða hækkað samsvarandi, heldur Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum, sum var gestur í sjónvarpsstovuni. Nýggi formaðurin í Maskinmeistarafelagnum hevði ikki góðar vónir um semingsroyndina í dag, men endin varð, at partarnir tóku av einum semingsuppskoti. Nýggi sáttmálin er galdandi í tvey ár, og høvuðsendamálið hjá Maskinmeistarafelagnum um at fáa hægri endastig á lønunum eydnaðist, sigur Ólavur Gunnarsson, formaður í Maskinmeistarafelagnum. Avgerð er nú tikin um at taka tilbygningin suðureftir niður, og byggja tvær hæddir uppaftur, so frítíðarskúlin verður víðkaður við gott 150 fermetrum. Harumframt verða umvælingar og dagføringar gjørdar á verandi bygning. Mettur kostnaðurin fyri hetta er 3,2 milliónir krónur. Eisini í barnagarðinum er við at gerast ov trongligt. Fyri at nøkta framtíðartørv er samtykt at byggja nýggjan bygning í tveimum hæddum suður frá og saman við frítíðarskúlanum, sum skal hýsa elstu børnunum í barnagarðinum. Hvør hæddin verður 150 fermetrar og í fyrsta umfari verður bara ovara hæddin innrættað. Mettur kostnaður er 4,7 milliónir krónur. Tað koma næstan líka nógvir útlendingar sum føroyingar. Higartil eru yvir 300 útlendingar, sigur Herluf Jacobsen, sum er limur í Maratonbólkinum hjá Bragdinum, sum skipar fyri Atlantic Airways Tórshavn Marathon. Ferðslan inni í Havnini millum Eysturbýin og Miðbýin verður eisini ávirkað av hesum, tí teinurin millum royndkoyringina á Hálsi og heilt oman til rundkoyringina við Skansan er stongdur í góðar tveir tímar, frá klokkan 12.45 til 14.30. Men Bragdið ger tvær slúsur so koyrandi er millum hesa býarpartar. Ein gift kvinna er áhugað í nýggja og sjarmerandi grannanum, ein vil hjálpa vinkonu, sum er útsett fyri harðskapi av manninum, meðan ein triðja kennir seg trýsta at fáa sær børn, hóast hugurin als ikki er til staðar. Føroya Pedagogfelag undrast yvir, at Aksel V. Johannesen, løgmaður, í Degi og Viku týskvøldið boðaði frá, at nýggja útbúgvingin til hjálparfólk á námsfrøðiliga økinum fer at liggja væl í Suðuroynni. Limir í felagnum hava boðað frá, at um útbúgvingin verður lagd í Suðuroynni, loysir tað seg eins væl hjá teimum at fara av landinum at lesa. Vit hava fleiri limir, sum hava sett seg í samband við okkum, sum hava víst á, at um útbúgvingin liggur ov langt frá teimum, so gevur útbúgvingin onga meining fyri tey , sigur Jógvan Philbrow. Nummar Bátanavn Tíð Stig Gult kort Reytt kort 1 Blikur 05.41.45 7 0 0 2 Falkur 05.44.05 6 0 0 3 Drekin 05.44.45 5 0 0 4 Tambar 05.45.01 4 0 0 5 Báran 05.47.42 3 0 0 6 Beinta 05.47.44 2 0 0 7 Frúgvin 05.54.04 1 0 0 8 Kollur 05.56.06 0 0 0 9 Sílið 05.59.22 0 0 0 10 Fenja 06.10.00 0 0 0 11 Stubbin 06.12.06 0 0 0 12 Royndin Fríða 06.18.43 0 0 0 13 Knúkur 06.19.49 0 0 0 Nummar Bátanavn Tíð Stig Gult kort Reytt kort 1 Sølmundur 05.25.42 7 0 0 2 Smyril 05.40.28 6 0 0 3 Páll Fangi 05.40.47 5 0 0 4 Lómur 05.54.46 4 0 Rene Bischoff arbeiðir enn software arkitektur hjá Pleo, sum arbeiðir innan økið, sum kallast fintech . Tað vil siga tøkni , sum verður framleidd til fíggjarlig viðurskifti. Tað sigur Rúnar Reistrup, stjóri í Hey, sum sjálvur hevur drúgvar royndir við at fáa til vega altjóða fígging til start up fyritøkur. Tá ein fíggingargrunnur ger eina íløgu á 100 milliónir krónur, vil hann hava eina milliard krónur, minimum , sigur Rúnar Reistrup. Nummar Bátanavn Tíð Stig Gult kort Reytt kort 1 Jallurin 05.22.26 7 0 0 2 Drekin 05.23.10 6 0 0 3 Sílið 05.25.12 5 0 0 4 Royndin Fríða 05.26.27 4 0 0 5 Tjaldrið 05.39.38 2 0 0 5 Silja 05.32.45 3 0 0 7 Ingibjørg 05.41.03 1 0 0 8 Heykur 05.42.01 0 0 0 9 Ørnin 05.49.05 0 0 Nummar Bátanavn Tíð Stig Gult kort Reytt kort 1 Páll Fangi 05.12.28 7 0 0 2 Gongurólvur 05.13.36 6 0 0 3 Rádni 05.16.09 5 0 0 4 Lómur 05.22.02 4 0 0 5 Sølmundur 05.31.06 3 0 Nummar Bátanavn Tíð Stig Gult kort Reytt kort 1 Erla Kongsdóttir 05.39.08 7 0 0 2 Sílið 05.42.24 6 0 0 3 Teistin 05.46.26 5 0 0 4 Jallurin 05.53.15 4 0 0 5 Blikur 06.05.18 3 0 Nummar Bátanavn Tíð Stig Gult kort Reytt kort 1 Ormurin Langi 04.45.20 7 0 0 2 Suðuroyingur 04.45.47 6 0 0 3 Klaksvíkingur 04.47.18 5 0 0 4 Drekin Reyði 04.55.31 4 0 0 5 Havnarbáturin 04.55.38 3 0 Hon hevur starvast á Býarbókasavninum síðan á sumri 2013, fyrst sum bókavørður og síðan á sumri 2014 sum fyrsti bókavørður og varaleiðari á Býarbókasavninum og eitt tíðarskeið í 2016 eisini sum virkandi býarbókavørður. Rátt verður fólki frá at ganga í tunlum. Politiið fór eftir manninum í Norðoyatunlinum og setti hann av á Skipaneskrossinum. Maðurin verður tó ikki skuldsettur. Í Tórsgøtu í Havn var keðiligur stemningur , sum politiið tekur til, um fýra tíðina í nátt. Men politiið fekk sissað fólk, áðrenn tey fóru til hendurs. Talan er um herverk, men politiið ger ikki meira við málið, uttan so at bileigarin meldar hendingina. Tað hevur hann ikki gjørt enn, men hann veit, hvør sparkaði bilin hjá honum. Kórið í Christianskirkjuni luttók til pre og postludium, eins og tey eisini sungu eftir prædikuna. Andras Sólstein spældi undir á horni til felagsangin saman við orglinum. Við urguna sat Jóhanna Johannessen. Inntøkurnar hjá landskassanum, so sum skattur og avgjøld, eru størri enn mett varð í fíggjarlógini, har avlopið er góðar 170 milliónir krónur. Fíggjareftirlitið, sum hevur gjørt eftirlit í Norðoya sparikassa, sigur í sínari frágreiðing, at vøksturin í útlánunm hjá Norðoya sparikassa var 8,2 prosent, tá triði ársfjóðingur í 2017 endaði. Norðoya sparikassi er SIFI peningastovnur og má tí tola harðari krøv enn peningastovnar, sum ikki eru tilnevndir at vera SIFI stovnar. Tann 1.januar í ár var kapitalyvirdekningurin hjá sparikassanum 4,8 prosentstig, sum er minni enn sparikassin hevur sett sær fyri. Sparikassin fekk boð um at niðurskriva fastar ognir 3,2 milliónir krónur, harav høvuðsbygningin í Klaksvík 2,7 milliónir krónur Harumframt skulu einstøk útlán niðurskrivast 1,8 milliónir krónur. Í 29 førum gav Fíggjaraftirlitið viðskiftafólki verri skoðsmál enn sparikassin sjálvur gjørdi. Hetta er 27 prosent av lánunum, sum Fíggjareftirlitið kannaði, og 27 prosent eru nógv, sigur Fíggjareftirlitið. Tað er púra burturvið, at meirilutin í Tórshavnar býráð nú ætlar at brúka fjórðu hæddina á Býarbókasavninum til kommunalar skrivstovur heldur enn til barna og ungdómsdeild., heldur Helena Dam á Neystabø, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, sum er í minnilutanum í býráðnum. Býarbókavørðurin í Havn seinastu seks árini, Arnbjørn Ó. Dalsgarð, boðaði í síðstu viku frá, at hann gevst í starvinum hálvan juni, tí hann ætlar at arbeiða hjá sær sjálvum, millum annað skriva. Men hann segði eisini, at um og útbyggingarætlanin hjá Býarbókasavninum er ein orsøk til uppsøgnina. Millum annað tað, at kommunan nú sjálv skal brúka ovastu hæddina í bygninginum, sum Býarbókasavnið er í. Brúkaraumboðið hevur mint Føroya Tele og Hey á at gera sær størri ómak, tá feløgini lýsa við møguleikanum at keypa vørur við kredittkeypi. Krøv til lýsingar, sum bjóða kredittkeyp, til dømis tá telefon skal keypast, eru eitt nú, at lýsingarnar skulu upplýsa kontantprísin, mánaðarliga prísin fyri telefonina, um rindað verður í smáum, kostnað fyri stovning og kostnað í alt. Hesar upplýsingar hava feløgini lýst við, men tvær upplýsingar hava ikki verið í lýsingum hjá báðum feløgunum, sigur Brúkaraumboðið. HB 07 Vestur 3 1 1 0 22 minuttir. 1 0 Adrian Justinussen 61 minuttir. 2 0 Magnus Egilsson 76 minuttir. 3 0 Símun Samuelsen 86 minuttir. 3 1 Kyrylo Silich NSÍ AB 6 0 0 0 48 minuttir. Reytt kort Jens Joensen NSÍ 58 minuttir. 1 0 Pól Johannus Justinussen 73 minuttir. Reytt kort Heðin Stenberg 76 minuttir. 2 0 Jóhan T. Davidsen 77 minuttir. 3 0 Øssur Dalbú 80 minuttir. 4 0 Øssur Dalbú 88 minuttir. 5 0 Betuel Hansen 92 minuttir. 6 0 Fróði Benjaminsen Suðringar Víkingur 1 4 0 2 12 minuttir. 0 1 Adrian Cascaval 45 minuttir. 0 2 Heðin Hansen 49 minuttir. 0 3 Adrian Cascaval 74 minuttir. 0 4 Adrian Cascaval 92 minuttir. 1 4 Eirikur Ellendersen Hetta hugskotið kemur frá fólki, sum taka stig til tiltak, sum setur ljós á Eysturkommunu og siðsøguliga virðið, sum Tróndur í Gøtu hevur. Yrkisførleikagevandi útbúgvingar eiga at vera yrkisførleikagevandi, sigur Djóni Nolsøe Joensen, løgtingsmaður hjá Javnaðarflokkinum og námsfrøðingur. Hann heldur, at námsfrøðingar, lærarar og sjúkrarøktarfrøðingar eru alt ov akademiserað, tá tey koma á arbeiðsmarknaðin, eftir at útbúgvingarnar eru lagdar undir Fróðskaparsetur Føroya. Hann sigur, at tíverri síggja vit, at ástøðið fyllir alsamt meira, og at tey lesandi, námsfrøðingar, lærarar og sjúkrarøktarfrøðingar, eru sera akademisk og lítið yrkisrættað, tá tey koma á arbeiðsmarknaðin. Námsvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum hevur havt tríggjar ph.d. lesandi øll hesi árini. Eingin teirra hevur granskað námsvísindi. Samstundis verður undirstrikað, at starvslæran ikki er mett sum venjing at vera starvsfólk, men at hon er ein partur av akademisku frálæruni. Av teimum trimum útbúgvingum, sum vórðu lagdar undir Fróðskaparsetrið í 2008, hevur serliga námsfrøðiútbúgvingin, pedagogútbúgvingin, verðið við sviðusoð. Boðini koma, meðan heimurin bíðar í spenningi eftir, hvat hendur undan ætlaða fundinum millum Kim Jong un og amerikanska forsetan, Donald Trump, í Singarpore 12. juni. Nógv diplomatisk togan hevur verið aftur og fram, og hesin seinasti leikurin kann vera partur í diplomatiska spælinum. Skrivstovan hjá Assadi forseta hevur ongar viðmerkingar til tað, skrivar AFP. Samband hevur verið millum Damascus og Pyongyang í langa tíð, og ST hevur verið stúrið um, at londini møguliga samstarva og selja hvørjum øðrum kjarnorkuvápn. Verður fundur millum Assad og Kim Jong un, verður hetta fyrst fundur við ein ríkisleiðara á norðurkoreiskari jørð síðani Kim Jong un fekk valdið í 2011. Kommunan hevði 6,2 milliónir krónur í avlopi. Inntøkurnar vóru tilsamans 89,6 milliónir krónur Raksturin kostaði 64,2 milliónir krónur og løgur vóru gjørdar fyri 19,2 milliónir krónur. Av løgunum uppá 19,2 milliónir krónur vóru 13,5 milliónir krónur brúktar til nýggja skúlan og ítróttarhøllina við Streymin, sum stendur í gerð. Bergljót av Skarði hevur undirvíst á studentaskúlanum í Hoydølum í meir enn 30 ár. Hetta vóru góð ár. Hennara lærugreinir vóru enskt og føroyskt. Las enskt í Danmark og føroyskt í Føroyum. Hevur nú undirvíst útlendingum í føroyskum í kvøldskúlanum. Serliga eru útlendsk konufólk áhugað at læra málið, men nógv eru, sum ikki tekna seg. Sum barn ferðaðist Bergljót saman við systkjunum í Hattarvík. Fastur hennara var lærari og bóndakona í Útistovu, har allir Hanusarnir sótu. Í Havn gekk Bergljót í kommunuskúla og síðani í real og studentaskúla í Hoydølum. Ikki er avgjørt enn, hvat verður gjørt við prámin, tá hann kemur til Føroya. Prámurin er stórur, 22 metrar langur og 13 metrar breiður. Hann er bygdur í 2012 og er í sera góðum standi, sigur Vørn. Helst hevur eitt farmaskip mist hann eystur úr Labrador í november í fjør. Ein týskur trolari boðaði frá á middegi í gjár, at ein prámur rak millum Føroya og Íslands. Líknandi prámur varð funnin við Írlandi í mai. Havrannsóknarskipið Magnus Heinason boðaði sunnunáttina frá, at teir vóru fastir í botn eystanfyri. Teir fingu ikki trolið leyst aftur. Brimil kom til Magnus Heinason um fýra tíðina sunnumorgunin. Eftir at hava roynt í nakrar tímar eydnaðist at fáa trolið leyst og um borð á Brimil. Hon hevur spælt honbólt, fótbólt og flogbólt og so hevur Gunn eisini sungið í kóri í fleiri ár. Men tað bleiv onnur mentan og leiðaravirki sum bleiv hennara yrki. 15 ár í Bergen og seinastu árini sum verkætlanarleiðari í Norrøna húsinum í Reykjavík. Gunn Hernes er fødd og uppvaksin í Noreg og hevur útbúgving á mentanarøkinum, sum hon tók í Telemark. Hon hevur eisini skeið í mentan og list, sum hon hevur nomið sær í Danmark. Gunn Hernes, nýggi stjórin í Norðurlandahúsinum, tók við starvinum 1. juni. Gunn kemur frá einum starvi sum framleiðsluleiðari í Norðurlandahúsinum í Íslandi. Harðar spreingingar og buldur vóru eisini, og serfrøðingar í eldgosum siga, at hetta er tað ógvusligasta, sum Fuego hevur goyst síðani 1974. Almenna borgaraverjan í Guatemala sigur, at fólk vórðu brend og doyðu, tá gosbræðingin rann oman í bygdina El Rodeo og festi eld í fleiri hús og oyðilegði alt, sum fyri var. Sergio Cabanas, forstjóri í Almannaverkinum í Guatemala, segði í útvarpssamrøðu, at bygdin, El Rodeo, er nú nærum fjald undir gosbræðing. Enn hevur ikki borið til at koma til bygdina ella til grannabygdina La Libertad, og vandi er fyri, at gosbræðingin fer at breiða seg til aðrar bygdir. Gosfjallið, Fuego, sum merkir eldur, er um 40 kilometrar í útsynning úr Guatemala Býi, og er eitt av virknaðstu eldgosum í Miðamerkia. Tað er aðru ferð í ár, at tað goysir. Eysturríki forsætisráðharrin, Sebastian Kurz úr konservativa fólkaflokkinum, ØVP, hevur síðani valið í fjør lovað at føra strangari politikk viðvíkjandi tilflytarum. Stjórnin fer at minka um stuðulin til lívsuppihald, so at flóttafólk einans kunnu fáa 563 evrur um mánaðin, tað vil siga umleið 4.200 krónur, og at upphæddin hækkar upp í 853 evrur um mánaðin, tað er umleið 6.400 krónur, um tú klárar mál royndina í týskum. Á twitter skrivar Sebastian Kurz, at í framtíðini fáa fólk í Eysturríki bara atgongd til fulla minstuupphædd, um tey duga nóg væl at tosa týskt. Hann heldur, at Frontex, ið er evropiski stovnurin, sum hevur fólkaflyting um hendi, átti at biðið um loyvi at sent slík vaktarfólk til lond sum Tunesia og Libya. Málið er at steðga menniskjasmuglarum og at forða smuglarabátum í at flyta fólk um vandamikla Miðjarahavið, sigur Kurz við blaðið Die Welt. Sambært Kurz eigur Frontex at steðga ólógligum tilflytarum við ekstern landamørk og senda tey heimaftur, higani tey komu frá ella til eitt transitt land. Sum nógv onnur lond, tók Eysturríki eisini væl ímóti flóttafólkum, tá flóttafólkakreppan var í hæddini í 2015. Men hugalagið vendi brádliga, eftir at 150.000 flóttafólk søktu um friðskjól. Tað svarar til meira enn eitt prosent av fólkatalinum í Eysturríki. Sambært eygleiðarum undir parlamentvalinum, sum var hildið nú tvey ár seinni, hevur integreringin ikki gingið væl, og valstríðið hevur í stóran mun snúð seg um, hvussu kreppan varð handfarin, og at talið av muslimum í landinum var vaksið. Síðani tá hava konservativi fólkaflokkurin, ØVP, og høgra nationalistiski Frælsisflokkurin, FPØ, stýrt landinum við ætlanum um at herða tilflytara politikkin. Tað var ein fantastisk uppliving. Veðrið var gott og stemningurin tað sama, sigur Sølvar Michelsen, sum hevur vant miðvíst seinastu nógvu mánaðirnar í sambandi við maratonrenningina sunnudagin. Arbeiðsdagurin er rættiliga ymiskur og kann gerast drúgvur, so tí havi eg bara runnið, tá tað hevur passað mær. Sum oftast seint um kvøldið, og tað kemur meir enn so fyri, at eg renni á midnátt, sigur Sverri Steinhólm. Sambært talsmanninum fyri verjumálaráðið í Tunesia, vóru umleið 180 fólk umborð á bátinum. Flestu teirra vóru tunesarar, men eisini nøkur úr Mali, Marokko, Fílabeinsstrondini og Kamerun. Í gjárkvøldið vórðu tilsamans 50 fólk funnin druknað og 68 vórðu bjargað, upplýsir talsmaðurin hjá verjumálaráðnum, Rachid Bouhoula. Sambært einum teirra, sum slapp frá hendingini á lívi, tunesarin, Wael Ferjani, hevði báturin umstøður at taka 75 til 90 ferðafólk, men sambært honum vórðu meira enn 180 fólk umborð. Eftir at evropisk lond fóru undir samstarv við hernaligar bólkar í Libya fyri at forða flóttafólkum og migrantum at fara vandamiklu leiðina um Miðjarahavið, er talið av flóttafólkum vaksið, sum royna farleiðina úr Tunesia til Evropa, skrivar NTB tíðindastovan. Tey árini, vit búðu í Tailandi, ótu vit ofta rísflísar, so tá vit komu heim til Føroya, hugsaðu vit, hví ikki royna tað her, sigur Pætur Larsen. Tað er felagið Varðin í Gøtu, sum eigur nótaskipið, og bæði Jupiter og eitt annað skip hjá felagnum, Høgiklettur, hava staðið á sølulista í rúma tíð. Men eitthvørt kom í vegin hjá russiska felagnum, annars hevði sølan verið avgreidd í farnu viku, upplýsir Jákup Jacobsen, stjóri í Varðanum. Russiska felagið hevur biðið um eitt skotbrá, tí felagið hevur framvegis áhuga í skipinum, men hevur biðið Varðan bíða við søluni, til teirra viðurskifti eru fingin í rættlag. Jákup Jacobsen sigur, at viðurskiftini eru so ógreið, at felagið velur at binda um heilan fingur, og tí hevur felagið gjørt av at seta tvey av skipunum á sølulista. Tíðin fer so at vísa, hvussu viðurskiftini laga seg, sigur hann. Varðin eigur fimm skip tilsamans, og verða tvey av teimum seld, so hevur felagið trý skip eftir, sigur Jákup Jacobsen, stjóri í Varðanum. Tað var ein misskiljing, tá fíggjarnevndin í býráðnum samtykti at fylgja tilmælinum frá síni egnu umsiting og taka fjórðu hæddina burturúr heildarætlanini fyri bókasavnið. Tað sigur Gunvør Balle, varaborgarstjóri og fíggjarnevndarlimur. Stjórnin tað er evsta umsitingin á Vaglinum mælir fíggjarnevndini til at samtykkja, at heildarætlanin fyri umbyggingina av Býarbókasavninum ikki fevnir um 4. hædd. Heldur skuldu hølini brúkast til skrivstovur hjá umsitingini. Samtyktin fekk starvsfólkið á Býarbókasavninum at senda eitt opið mótmælisskriv til allar býráðspolitikarar, og eisini politikarar úr minnilutanum góvu ilt av sær. Málið varð tikið av skránni til býráðsfundin 24. mai, og í almennari fráboðan í gjárkvøldi sum aftursvar til Helenu Dam á Neystabø sigur Gunvør Balle, varaborgarstjóri, at alt málið er ein misskiljing og eitt mistak, sum kann henda. Tað er soleiðis viðhvørt, tá ið tað eru nógv og drúgv mál á skrá, og tingini ganga ov skjótt, so henda mistøk og misskiljingar, og hetta er eitt dømi um tað at vit vóru ikki nóg væl ílatin og høvdu kanska ikki fingið lisið málið nóg væl, sigur Gunvør Balle. Sambært Gunnvør Balle hevur ætlanin altíð verið, sum Helena Dam á Neystabø eisini vísti á, at Býarbókasavnið skuldu fáa ta fjórðu hæddina. Tað hevur gingið ov skjótt, og man hevur samtykt nakað, sum man ikki ætlaði sær. Tað hevur allatíð ligið í kortunum, at bókasavnið skuldi fáa triðju og fjórðu hædd, tá KT og Fíggjardeildin fluttu út, sigur Gunvør Balle, varaborgarstjóri. Málið verður aftur viðgjørt á býráðsfundi í komandi viku, og sambært Gunvør Balle verður ikki tikið undir við tilmælinum frá fyrisitingini kortini. Eldraøkið er lagt út til kommunurnar at umsita, og tí hava kommunurnar ført fram ynski um at hækka skuldarloftið við áleið 30 prosentum, sum svarar til íløgutørvin á eldraøkinum. Sambært tølum frá F ggjarmálaráðnum er rásarúmið fyri samlaðum kommunalum íløgum stórt í løtuni. Samlað kunnu kommunurnar kring landið lána 1.859 milliónir krónur. Granskingarnevndin hevur á fundi 25. mai játtað stuðul til 10 nýggjar granskingarverkætlanir. Til samans eru játtaðar 7.246.591 krónur til verkætlanir á økjunum mentan, samfelag, náttúra og náttúrutilfeingi og heilsa. Ein teirra, sum hevur fingið stuðul, er Sigri Gaini, sum hevur fingið 1,1 millión krónur til granskingarætlan um framsøgufrælsi og haturstalu, har serligur dentur verður lagdur á grein 266b. Verkætlanin snýr seg í stuttum um tvørsøgnina millum framsøgufrælsi og lógarásettu avmarkingarnar fyri framsøgufrælsinum í almenna rúminum. Serligt fokus verður á 266b, og spurningurin, um paragraffin eigur at vera partur av lóg okkara ella ikki. Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Heilsuhjálparafelagið hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála, sum er galdandi til 1. oktober 2019. Bólkaleiðaraviðbótin hækkar eitt vet, og eftirlønin verður nú goldin av førleikaviðbótini, upplýsir Kommunala arbeiðsgevarafelagið í tíðindaskrivi. Álitisfólkaskipanin er dagførd, og eisini er avtalað, at partarnir skulu gera ein leist at handfara undantøk í sambandi við arbeiðssteðg. Triðihvør av bátastevnugestunum, sum løgreglan kannaði um vikuskifti, hevði drukkið ov nógv til at sigla og mátti bíða við at fara í bátin aftur. GG. Í innslagnum kann ein møguliga fáa ta fatan, at triðihvør bátastevnugestu var ov drukkin til at føra bát. Tilskilast skal, at meint verður sjálvandi við ein triðing av teimum, sum løgreglan kannaði, og ikki ein triðingur av øllum luttakarunum. Tórshavnar og Runavíkar kommunur eiga at víðka um samstarvið sínámillum, so tað umfatar fleiri kommunalar tænastur, nú fjarstøðan millum økini minkar munandi við Eysturoyartunnlinum. Tað siga borgarstjórarnir í Havn og í Runavík. Spurningurin um fosturtøku hevur verið fingið nógva umrøðu seinastu tíðina. Fyrst savnaði felagsskapurin Frítt Val undirskriftir FYRI fríari fosturtøku. Nú svara mótstøðufólkini aftur. Áhugin fyri at seta búgv í Nes kommunu er nú so stórur, at kommunan má fyrireika seg til at barnatalið fer at veksa. Tað sigur Jóhannus Danielsen, borgarstjóri. Tað hendir, eftir at ráðharraráðið í Evro asiatisku búskaparsamgonguni, EABS, í mai mánaði samtykti at gera avtalu við Føroyar. Russland, Kasakstan, Hvítarussland, Armenia og Kirgistan eru limir í EABS. Tá segði Poul Michelsen, landsstýrismaður í Uttanríkis og Vinnumálum, at Avtalan er eitt gjøgnumbrot. Hon er týðandi stig á leiðini at fáa handilsviðurskiftini millum Føroyar og londini í EABS í fasta legu og fer væntandi at slóða fyri, at fríhandilssáttmáli millum Føroyar øðrumegin og Russland, Kasakstan, Hvítarussland, Armenia og Kirgistan hinumegin, gerst veruleiki. Nick Hækkerup, sum er framsøgumaður í uttanríkismálum hjá danska Javnaðarflokkinum, segði ígjár við danska TV 2, at tað kann væl vera, at Føroyar við slíkari avtalu kunnu selja meira, men tað hevur avleiðingar fyri samhaldið, ið er neyðugt fyri Evropa fyri at standa saman móti russarum. Føroyar mugu minnast til, hvør tað er, ið borgar fyri trygdini og sjálvræðinum hjá teimum, tá tað kemur til stykkis. Hetta er ósolidariskt og ódámligt móti teimum, sum tey eru í felagi við og tengd at í øðrum sambandi, sigur Nick Hækkerup við danska TV 2. Sum fleiri løgfrøðiligir serfrøðingar hava staðfest, so havi eg fullan rætt at náða meg sjálvan, skrivar forsetin í Twitterboðum í gjár. Boðini eru viðmerking til eitt bræv frá advokatum hjá Trump, og sum nýliga er almannakunngjørt. Har verður sagt, at forsetin ikki kann rættarsøkjast fyri at hava roynt at forðað kanningararbeiðnum, og eisini at hann kann náða seg sjálvan, um tað skuldi verið neyðugt. Trump heldur kortini ikki, at tað verður neyðugt hjá sær at brúka hendan rættin, tí hann hevur einki skeivt gjørt. Sunnudagin segði advokaturin hjá Trump, Rudy Giuliani, í sjónvarpssamrøðu, at tað hevði verið óhugsandi, at Trump hevði tikið stigið at náða seg sjálvan. Forsetin hevur einki skeivt gjørt og hevur tí onga orsøk at náa seg sjálvan, segði Giuliani við NBC. Trump er sjálvur sannførdur um, at tað er í stríð við grundlógina, at Robert Mueller er tilnevndur sum serligt kanninginarfólk, men hann grundgevur ikki fyri, hví hann heldur tað. Sambært CNN, eru serfrøðingar í løgfrøði samdir um, at forsetin hevur heimild at forða kanningararbeiði. Stóri spurningurin er, hví hann ger tað, og um ætlanirnar hava verið í stríð við lógina. Í eini kanning hjá Brookings Institution í oktober í fjør er niðurstøðan, at tað var villeiðandi atgerð, at Trump segði stjóran í FBI, James Comey, úr starvi. Í niðurstøðuni stendur, at tað, at forsetin hevur rættarligan myndugleika til at virka, merkir ikki, at hann er immunur, um handlingin er framd við ólógligum endamáli at forða kanningararbeiði grundað á skeivt endamál, stendur í frágreiðingini . Hóast tann, ið bað um innlit fleiri ferðir minti Arbeiðs og brunaeftirlitið á umbønina, hendi einki, fyrr enn viðkomandi klagaði til Løgtingsins umboðsmann. Umboðsmaðurin metti ikki umberandi orsøkir vera fyri, at tað tók stovninum nærum 7 vikur at avgreiða áheitanina um innlit, og gav Arbeiðs og brunaeftirlitinum átalu fyri handfaringina av málinum. Nýggjastu tølini frá grønlendska pedagogfelagnum, NPK, vísa, at meira enn helmingurin av pedagogstørvunum kring landið eru ósett. Tað skrivar Sermitsiaq . Og tað er í samdøgursstovunum, at størsti tørvurin er á útbúnum pedagogum. Har er normeringin omanfyri 350, men í bara 87 av hesum størvum eru útbúnir pedagogar í starvi. Formaðurin í grønlendska pedagogfelagnum, Naussunguaq Bisgaard, sigur við blaðið, at støðan er álvarslig. Í dagstovnum skulu altíð trý fólk arbeiða á hvørjari stovu, men sum støðan er nú, eru dagstovnar, sum hava fimm stovur, har eingin útbúgvin pedagogur er í tveimum ella trimum stovum. Men tørvurin á útbúnum pedagogum er størstur í almennu samdøgursstovnunum. Har eru meira enn helvtin at normeraðu størvunum ikki sett við útbúnum pedagogum, sigur Naussun guaq Bisgaard. Í morgin byrjar rættarmálið í Føroya rætti um sonevna øksaálopið, ið fór fram á Landavegnum í Havn í mai mánaði 2017. Nevningating verður brúkt í hesum sambandi. Men hvat er eitt nevningating, hvør mannar ein slíkan bólk av fólki, og ber til at siga nei, um so er, at tú verður innkallað ella innkallaður at vera partur av einum nevningatingi Í morgunsendignini greiddi Jógvan Elias Winther Poulsen frá nevningatingi. Á afturlatnari uppboðsølu vita tey, sum bjóða uppá veiðirættindi, ikki, hvat onnur bjóða. Freistin at lata boð inn til hesa uppboðssøluna er á middegi í morgin. Tey, ið bjóða, skulu upplýsa, hvussu stóra nøgd tey bjóða uppá og fyri hvønn prís. Innkomnu boðini verða raðfest við hægsta eindarprísi fremst, og síðani lækkandi til eingin nøgd er eftir. Í morgin verða seld tilsamans 18.169 tons av svartkjafti sum eitt ára rættindi. Eisini verða seld 7000 tons av svartkjafti sum trý ára rættindi og 14.000 tons av svartkjafti sum átta ára rættindi. 26. apríl og aftur 2. mai vórðu rættindini at fiska tilsamans 50.000 tons av svartkjafti seld á opnari uppboðssølu. Á opnari uppboðssølu vinnur hægsta boð. Á fyrru uppboðssøluni varð svartkjafturin seldur fyri 38 oyru í miðal fyri kilo, og á seinnu uppboðssøluni var miðalprísurin 55 oyru fyri kilo. Á hesum sølum varð alt selt sum eitt ára rættindi. 13. juni, tað er mikudagin í næstu viku, verða rættindi at fiska botnfisk í Barentshavinum og við Svalbard seld á afturlatnari uppboðssølu. Nevningatingið er í sambandi við hendingina 6. mai í fjør, tá ein ungur maður varð álopin við millum annað øks á vegamótinum Íslandsvegur Landavegur í Havn. Mentalkanningin hevur stóran týdning, tí millum annað skulu nevningarnir svara, um menninir eru fevndir av grein 16 í revsilógini, sum snýr seg um, um persónur er sálarliga sjúkur nú, ella tá hann framdi gerðina. Sambært ferðavinnuni hava gistingarmøguleikarnir verið ein fløskuhálsur, tí ov fá seingjarpláss eru til ferðafólkini um summarið. Men ætlanir eru um at byggja fleiri hotell í høvuðsstaðnum. Stjórin á Visit Faroe Islands og stjórin í Smyril Line eru samd um, at neyðugt verður at fáa fleiri útlendingar til arbeiðis í føroysku ferðavinnuni. Í fjør gjørdi Bústaðir íløgur í grundøki og bygningar fyri 121,6 milliónur krónur. Við árslok høvdu Bústaðir tilsamans íbúðarbygningar og verkætlanir fyri 311 milliónir krónur. Sambært ársfrágreiðingini roknar Bústaðir eisini við einum minni halli í ár. Roknað verður tó við, at javnvág verður millum leiguinntøkur og rakstrarútreiðslur í 2020 ella 2021, tá talið av leigumálum fer upp um 500. Okkurt um 2000 fólk eru á limalistanum hjá bústaðarfelagnum. Bústaðir staðfesta í ársfrágreiðingini, at tørvurin á bústøðum framvegis er stórur, men størstur í Havn. Men avbjóðingin er stór. Torført er at fáa handverkarar, og kostnaðurin er hækkaður nógv. Tí ásanna stýri og stjórn fyri Bústaðir í ársfrágreiðingini, at Bústaðir fær ikki so nógv fyri pengarnar, sum ynskiligt er. Leiðsla og lærarar í Skúlanum á Argjahamri hava kært Tórshavnar kommunu til Mentamálaráðið, tí tey eru misnøgd um, at kommunan hevur gjørt av, at nýggja ungdómshúsið á Argjum skal halda til í Skúlanum á Argjahamri. Leygarkvøldið var hátíðarhald á Argjum, tí nýggja ungdómshúsið skuldi takast í nýtslu. Ungdómshúsið skal vera í skúlanum á Argjahamri. Men tað vil skúlastjórin í Skúlanum á Argjahamri ikki góðtaka. Í kæru til Mentamálaráðið 31. mai, skrivar Marjum Holm, skúlastjóri Skúlastjórin hevur boðað umsitingini í Tórshavnar Kommunu frá, at henda avgerð kommununar er ólóglig og ógildug tí hon gongur í móti fólkaskúlalógini 63 við tað, at kommunan ikki hevur fingið til vega ummæli frá skúlastýrinum og námsfrøðiliga ráði skúlans, áðrenn avgerðin varð tikin. Hóast kommunan er gjørd varug við hetta, heldur hon fast við at byrja tiltakið 2. juni. Heitt verður tí á Mentamálaráðið og kommunala eftirlitið um at taka stig til, at tiltakið 2. juni verður avlýst, og at málið um at lata upp nýtt ungdómshús á Skúlanum á Argjahamri verður heimvíst til nýggja viðgerð í kommununu við atliti til at fáa til vega ummæli frá skúlastýrinum og námsfrøðiliga ráði skúlans áðrenn avgerð. Eisini námsfrøðiliga ráðið, tað eru læraranir á skúlanum, hava sent klagu til Mentamálaráðið og biða eisini um, at kommunan steðgar arbeiðinum, meðan málið verður kannað. Eisini tey vísa á, at tey ikki eru hoyrd. Nýtsla av skúlans hølum til annað endamál enn skúlans undirvísing eigur bert at vera í tann mun, tað er í sambæri við skúlans tørv. Avgerð hesum viðvíkjandi tekur kommunustýrið eftir at hava fingið ummæli frá skúlastýrinum og námsfrøðiliga ráði skúlans . 31 mai., tað vil siga tveir dagar fyri, at ungdómsklubbin skal lata upp, sendir Tórshavnar kommuna málið til hoyringar hjá skúlanum. Men sama dag skrivar skúlastjórin í telduposti til kommununa Hetta er hægsta summar og próvtøkutíð. Skúlastýrið hevur havt sín seinasta fund og í komandi viku eru setanir av lærarum fyri. Lærarar eru upptiknir av próvtøku, seturskúlum o.ø, tað er vónleyst í hesum tíðum at kalla inn til ein hoyringsfund. Og eisini skrivar skúlastjórin Tíverri er einasta orsøk til skund, at kommunan er lopin framav og hevur sett í verk eitt ungdómstiltak, uttan at formliga er farið fram, og at man nú roynir at lappa upp á hesa avgerð. Trivnaðarstjórin í Tórshavnar kommunu sigur í svari til skúlastjóran á Argjahamri 2. juni Talan er ikki um hægstu summarferiutíð, og skúlans leiðsla hevur, hóast próvtøkur, allar møgulleikar at savna lærarnar og skúlastýrið til endamálið. Eisini skrivar Trivnaðarstjórin Vil skúlin ikki taka av hoyringarmøguleikanum, so má kommunan taka til eftirtektar og skipar so tilboðið í teim hølum og eftir tí virksemisætlan, so sum ætlanin fyriliggur nú. Leiðsla og lærarar í Skúlanum á Argjahamri hava kært Tórshavnar kommunu til Mentamálaráðið, tí tey eru misnøgd um, at kommunan hevur gjørt av, at nýggja ungdómshúsið á Argjum skal halda til í Skúlanum á Argjahamri. Sambært trivnaðarstjóranum í Tórshavnar kommunu, Jóan Petur Hentze, er tað ikki vanligt, at skúla kærar kommununa til Mentamálaráðið viðvíkjandi hølum, sum eru til felags nýtslu. Skúlastjórin og námsfrøðiliga ráðið í skúlanum á Argjahamri finnast at ætlanunum og hava kært kommununa til Mentamálaráðið vísandi til 63 í fólkaskúlalógini, sum sigur Nýtsla av skúlans hølum til annað endamál enn skúlans undirvísing eigur bert at vera í tann mun, tað er í sambæri við skúlans tørv. Avgerð hesum viðvíkjandi tekur kommunustýrið eftir at hava fingið ummæli frá skúlastýrinum og námsfrøðiliga ráði skúlans . Tað er eisini ein onnur grein í fólkaskúlalógini, sum er grein 47, har kommunan kann gera reglur um, hvussu annað virksemi enn skúli kann vera á skúlunum, og tað hevur kommunan eisini gjørt, sigur Jóan Petur Hentze og leggur afturat, at ætlanin um at fyrireika eitt frítíðartilboð á Argjum hevur verið á veg í hálvtannað ár við pallborðsfundum og øðrum. Tað skuldu vit kanska havt gjørt, vit hava bara ikki hildið tað vera neyðugt í og við, at vit hava brúkt eina aðra paragraff í fólkaskúlalógini, sigur Jóan Petur Hentze. Sambært trivnaðarstjóranum var eingin orsøk til at útseta frítíðartilboðið, hóast skúlin á Argjahamri einans hevur havt tveir dagar at koma við einum hoyringarsvari í málinum. Heilsu og innlendismálaráðið hevur skrivað frágreiðing um Føðideildina á Landssjúkrahúsinum og tað, sum hendi, tá drúgva stríðið millum sjúkrasystrar og ljósmøður á Føðideildini um førleikar, ábyrgd og avgerðarrætt endaði við, at ein ljósmóðir fyri og onnur eftir vórðu sjúkraskrivaðar. Leiðslan kom upp í málið, og ein av fleiri avgerðum varð, at leiðandi ljósmóðurin skuldi sigast úr starvi, tí leiðslan ikki longur hevði álit á, at hon megnaði uppgávuna, skrivar Heilsu og innlendismálaráðið í frágreiðingi. Heilsu og innlendismálaráðið leggur í avgerð síni dent á, at einki í skjølunum bendir á, at leiðandi ljóðmóðurin ikki røkti sínar grundleggjandi uppgávur sum leiðandi ljósmóðir. Harafturat vísir telduposturin frá ljósmøðrum til leiðsluna í sambandi við ætlanarskrivið um uppsøgn, at leiðandi ljósmóðurin var væl lýdd og hevði stóra virðing millum síni starvsfólk, sigur Heilsu og innlendismálaráðið. Ráðið leggur dent á, at tað er avgerðin hjá leiðsluni á Landssjúkrahúsinum at býta Føðideildina sundur í eina burðardeild og eina barsilsdeild, sum hevði við sær, at leiðslan misti álitið á leiðandi ljósmóðurina. Grundgevingar skulu til, og prógv førast fyri, at ítøkilig viðurskifti eru í starvinum, sum kunnu lastast starvsfólkinum, sum hava givið orsøk til, at arbeiðsgevarin hevur mist álitið, verður sagt. Men Heilsu og innlendismálaráðið metir ikki, at Landssjúkrahúsið í nóg stóran mun hevur víst á ítøkilig viðurskifti, sum stuðla undir grundgevingarnar, ið eru givnar fyrst í ætlanarskrivinum og síðani í uppsagnarskrivinum, fyri at leiðslan á Landssjúkrahúsinum misti álitið á leiðandi ljósmóðurina. Landssjúkrahúsið hevur heldur ikki í nóg stóran mun ført prógv fyri teimum ítøkiligu viðurskiftunum, sum í uppsagnarskrivinum eru nýtt sum grundgeving fyri, at leiðslan misti álitið á leiðandi ljósmóðurina, sigur Heilsu og innlendismálaráðið. Tað var sum áður nevnt avgerðin hjá leiðsluni, at býta Føðideildina sundur í eina burðardeild og eina barsilsdeild, ið hevði við sær, at leiðslan misti álitið á leiðandi ljósmóðurina. Um avgerðina at býta Føðideildina sundur millum eina burðardeild og eina barsisdeild sigur Heilsu og innlendismálaráðið, at tað er undranarvert, at ein leiðandi ljósmóðir við evstu fakligu ábyrgd og avgerðarrætti ikki hevði nakran stórvegis leiklut, tá avgerðin skuldi takast, eins og hon sambært upplýsingunum í málinum ikki var kunnað um avgerðina, fyrr enn ein tíma áðrenn avgerðin alment varð fráboðað øllum starvsfólkunum á A2 tað er har Føðideildin heldur til. Onnur viðurskifti, sum Heilsu og innlendismálaráðið leggur dent á, er, at leiðandi ljósmóðurin onga ávaring hevði fingið í starvinum, og at hon ikki frammanundan hevði fingið at vita frá leiðsluni, at atburður hennara kundi hava starvsrættarligar fylgjur við sær. Leiðandi ljósmóðurin fær eisini viðhald frá Heilsu og innlendismálaráðnum í kæruni um, at hon ikki fekk partsinnlit í øll skjøl av týdningi fyri uppsagnarmálið og eitt fullfíggjað skjalayvirlit úr journalskipanini. Advokaturin hjá leiðandi ljósmóðurini bað um øll skjøl í málinum, men fekk frá advokatinum hjá Landssjúkrahúsinum at vita, at hon hevði fingið øll skjølini. Heilsu og innlendismálaráðið staðfestir, at hon ikki fekk partsinnlit í øll skjøl av týdningi fyri málið og heldur ikki eitt fullfíggjað skjalayvirlit. Løgreglan í Føroyum hevur síðstu tíðina fingið fleiri fráboðanir frá fólki um, at sníkar hava verið inni á telduni hjá teimum og hava avmyndað tey í keðiligari støðu sum løgreglan tekur til. Sníkarnir hótta síðani við at leggja myndirnar út á internetið ella senda tær til familju og vinir, um ikki viðkomandi flytir teimum pening, og tað skal vera talgilda gjaldoyrað, bitcoins. Løgreglan heitir á fólk, sum fáa slíkar teldupostar, um ikki at flyta pening, men í staðin at sletta teldupostin. Hesir teldupostar eru helst sendir til eina rúgvu av fólki, har sníkurin vónar, at onkur flytir pening. Hildur Hentze, dagligur leiðari á kriminaldeildini hjá løgregluni, segði við útvarpið, at løgreglan hevur varhugan av, at ongar myndir finnast, men at talan er um eina hóttan. Løgreglan ávarar tí fólki ímóti, at flyta peningin. Vit ávara fólki ímóti at flyta pening, tí vit hava varhugan av, at hetta bara er ein roynd at fáa pening frá fólki. Vit hava varhugan av, at sníkarar ikki hava verið inni á teldunum hjá fólki, og talan er tí ikki um veruligar myndir, sigur hon. Løgreglan hevur hoyrt frá fleiri, sum eru vís í, at tey ikki hava verið inni á nakrari ónærisligari heimasíðu á alnótini. Tí heldur løgreglan í Føroyum, at hetta bert er ógrundaðar hóttarnar. At skipa eina fullfíggjaða vaksnamannalæru í Føroyum fer at kosta umleið 35 millónir krónur, og tey, sum onga útbúgving hava, skulu raðfestast fremst. Umleið 16 av teimum, sum eru millum 25 og 69 ár, hava bara gingið í fólkaskúla, og tey eiga at verða tikin framum, tá ið ræður um vaksnamannalæru, sigur John Dalsgarð, fulltrúi í Yrkisdeplinum, sum hevur verið formaður í arbeiðsbólkinum. Tað ræður fyrst og fremst um at lyfta tey, sum ikki hava útbúgving, sigur John Dalgsgarð millum annað um niðurstøðuna av arbeiðinum. Arbeiðsbólkurin hevur átta tilmæli um vaksnamannalæru og førleikamenning, og verða tey øll sett í verk, fer tað at kosta umleið 35 milliónir krónur. Í løtuni rindar tað almenna eina stóran part av okkara útbúgvingarverki, eisini tað, sum vit hava av vaksnamannaútbúgvingum. Og tað verða hesir partar, sum varða av økinum, ið fara at rinda sín part, sigur John Dalsgarð. Hon sigur, at vaksnamannalæra er raðfest í samgonguskjalinum, og gongst sum ætlað, verður fyrsta uppskotið, sum byggir á tilmælini frá arbeiðsbólkinum, lagt fyri tingið í næstu tingsetu. Sambært Rigmor Dam er landsstýrið til reiðar at játta sín part og rinda nakað av teimum 35 milliónunum, sum tey átta tilmælini væntandi fara kosta at seta í verk. Vit brúka frammanundan nógvan pening til útbúgving, endurbúgving, arbeiðsloysisstuðul og so framvegis, so har eru nógvir pengar í skipanini, sum er, sigur landsstýriskvinnan í mentamálum. Formaðurin í Danska fólkaflokkinum, Kristian Thulesen Dahl, sigur, at Danski fólkaflokkurin fer at royna at at sleppa upp í eina borgarliga stjórn eftir næsta val. Tað sigur hann eitt lítið samdøgur eftir, at Mette Frederiksen, forkvinna í Sosialdemokratiska flokkinum, í gjár boðaði frá, at Javnaðarflokkurin ætlar at skipa stjórn einsmallur eftir næsta val, fær flokkurin nóg stóran stuðul. Við hesum leggur Mette Frederiksen sjógv millum Javnaðarflokkin og Radikala flokkin, sum hava samstarvað í mong ár eisini í stjórn. Kristian Thulesen Dahl sigur, at við hesi avgerð er tað meiri sannlíkt, at Danski fólkaflokkurin fer at seta síni fingramerki á útlendingapolitikkin, sama hvussu úrslitið av fólkatingsvalinum verður. Men Danski fólkaflokkurin fer framvegis at vísa á Lars Løkke Rasmussen sum forsætisráðharra, sigur formaðurin í Danska fólkaflokkinum. Fáa vit stuðul frá veljaranum, eru vit fúsir at fara í stjórn. Men vil veljarin hava onkran annan, fara vit at stríðast fyri at fáa ávirkan, sigur Kristian Thulesen Dahl, formaður í Danska fólkaflokkinum. Størsti bankin í Avstralia, The Commonwelth Bank, hevur góðtikið at gjalda 700 milliónir avstralskar dollarar í bót, til tess at sleppa undan einum máli um brot um hvítvasking og at fíggja yvirgang. Hetta er størsta semja, sum nakrantíð er gjørd millum myndugleikar og eina fyritøku í Avstralia. Upphæddin er 3,4 milliardir krónur í okkara peningi. Commonwealth Bank varð í fjør ákærdur fyri at hava brotið lógina, sum skal forða fyri, at brotsmenn gera sær dælt av at lata bankaskipanina hvíttvaska pening. Bankin hevur viðurkent, at í 53.000 førum hevur hann verið ov seinur at lata fíggjareftirlitinum upplýsingar um reiðan pening, sum er fluttur gjøgnum bankan. Hesaferð verður svartkjafturin seldur á sonevndari afturlatnari uppboðssølu. Á afturlatnari uppboðsølu vita tey, sum bjóða uppá veiðirættindi, ikki, hvat onnur bjóða. Tey, ið bjóða, skulu upplýsa, hvussu stóra nøgd tey bjóða uppá, og fyri hvønn prís. Innkomnu boðini verða raðfest við hægsta eindarprísi fremst, og síðani lækkandi til eingin nøgd er eftir. Í dag verða seld tilsamans 18.169 tons av svartkjafti sum eitt árs rættindi. Eisini verða seld 7.000 tons av svartkjafti sum trý ára rættindi og 14.000 tons av svartkjafti sum átta ára rættindi. Nevningatingið er í sambandi hendingina 6.mai í fjør, tá ein ungur maður varð álopin við millum annað øks, á vegamótinum Íslandsvegur Landavegur í Havn. Mentalkanningin hevur stóran týdning, tí millum annað skulu nevningarnir svara, um menninir eru fevndir av grein 16 í revsilógini, sum snýr seg um, um persónur er sálarliga sjúkur nú ella tá hann framdi gerðina. Spurningur um fosturtøku blívur við at spøkja. Tað ger hann enn einaferð. Orsøkin til, at kontroversielli spurningurin aftur sær dagsins ljós, er at Føroyar í næstum yvirtaka persóns og familjurættin og uppí tí hoyrir lóggavan um fosturtøku. Fleiri føroyingar hava givið sína hugsan til kennar á sosialu miðlunum. Eisini hava rørslur fyri og ímóti gjørt seg galdandi í almenna rúminum. Felagsskapurin Frítt val byrjaði at savna undirskriftir inn um fría fosturtøku. Eisini tók átakið Fyri lív stig til at savna undirskriftir inn ímóti fríari fosturtøku. Kjakið er trupult, og meiningar ymiskar og sterkar. Tað er heldur ikki løgið, tí kjakið er ikki á sama grundarlagi, tí ómseja er um, nær eitt lív er eitt lív. Religiónsfilosofisk sæð er Aristoteles orsøkin til, at fosturtøka bæði innan kristindómin og islam er synd, tí hann hevur hendan tankan um potens møguleikar og accens veruleiki . Tað vil siga, at í øllum livandi er ein stremban eftir lívið at veruleikagera seg, og hetta eigur ikki at verða oyðilagt sambært Thomas Aquinas, størsti kirkjufaðirin innan katolisismuna, sum tulkaði Aristoteles. Salman kongur boðaði í fjør heyst frá, at elligamla saudi arabiska bannið móti, at kvinnur sleppa at koyra bil, og sum er eindømdi í øllum heiminum, men er í samsvari við islamska lóg, verður ógildað. Í mai mánaði vórðu fleiri kvinnur handtiknar, eftir at tær høvdu skipað fyri mótmælistiltaki, har tær kravdu fleiri rættindi í landinum, millum annað at sleppa at koyra bil. Handtøkurnar hava tó sátt iva um trúnna á nýskipanartilgongdina hjá Muhamed krúnprinsi, sum í løtuni er valdmiklasti maður í Saudi Arabia. Hann hevur víst góðan vilja at flyta og menna samfelagið til eitt meira framkomnar og liberalan heim. Nú kunnu so kvinnur, sum eru 18 ár og eldri, søkja um at fáa koyrikort, og koyriskúlar fyri kvinnur eru settir á stovn í fimm av størru býunum. Flokkurin hjá honum, Patrido Popular, tapti eina misálitisatkvøðugreiðslu seinasta fríggjadag, tá andstøðuflokkurin, Podemos, tveir katalonskir flokkar og baskisku nationalistarnir atkvøddu móti stjórnini. Tað var sosialistaflokkurin, PSOE, sum reisti misálitið á Mariano Rajoy, eftir at 29 limir í flokkin hjá Rajoy vórðu dømdir fyri umfatandi mutur og svik. Fleiri handilsfólk og flokslimir vórðu dømdir fongsulsrevsing fyri millum annað svik, skattasvik, tryggingarsvik og falsing og fyri at hava tikið ímóti mutri. Málið snúði seg um, hvussu valstríðið hjá flokkinum var fíggjað, og um politikarar, sum høvdu tikið ímóti mutri í býti við almennar sáttmálar. Stjórnin hjá Sanchez hevur bara 85 tingsessir í parlamentinum, og noyðist tí at leita sær stuðul frá fleiri smærri flokkum, bæði á høgra og vinstravonginum. Sambært Hagstovuni, er fólkatalið á Sandi lækkað við 57 íbúgvum seinastu 10 árini. Fyrsta januar í ár var fólkatalið heima á Sandi 520 íbúgvar. Nú er tó líkt til, at vend kemur í, tí áhugin er vaksandi at seta seg niður á Sandi og sjálvur er borgarstjórin sannførdur um, at Sandoyartunnilin er tað, ið er høvuðsorsøkin økta áhugan hjá fólki at flyta til Sands. Sambært Brandi Sandoy, so er tað serliga tað seinasta hálva árið, at fólk hava sett seg í samband við kommununa um at fáa grundøki at byggja á. Sands kommuna samtykti í gjár at taka av einum tilboðið frá byggifelagnum Articon at gera 13 nýggj grundøkir klár. Tilsamans fer verkætlanin at kosta Sands kommunu 4.4 milliónir krónur, men sambært Brandi Sandoy, so hevur kommunan tøkan pening. Higartil eru 10 av 13 grundøkjum umbiðin og stóri áhugin hevur við sær, at kommunan í næstum fer at viðgera hvørt tey skulu gera fleiri grundøkir klár, sigur Brandur Sandoy, borgarstjóri. Tað er enn ov tíðliga at siga hvussu nógv nýggju grundøkini fara at kosta, men sambært Brandi Sandoy, so fara tey væntandi at liggja á sama kostnaðarstøði, sum grundøkini frammanundan hava kosta heima á Sandi. Í løtuni er ikki koyrandi til og úr Havnini gjøgnum Kaldbakstunnilin. Orsøkin er, at ein bilur stendur í ljósum loga mitt á vegnum millum rundkoyringina í Kollafirði og niðan móti tunnilsmunnanum. Í løtuni er ikki koyrandi til og úr Havnini gjøgnum Kaldbakstunnilin. Orsøkin er, at eldur hevur verið í einum bili mitt á vegnum millum rundkoyringina í Kollafirði og niðan móti tunnilsmunnanum. Hanne Trap Fris, leikstjóri, Miki Jacobsen og Klaus Geistler, leikarar eru í útvarpsstovuni og greiða frá um tilgongd til leikin og nakað um innihaldið eisini. Men er tað soleiðis, at tú lænir bilin til vinir, ella familju og ikki tekur pening fyri tað, so tekur tryggingin við, um nakað hendir bilinum. Føroysku kvinnurnar spældu seg tíðliga í 2017 víðari til HM undankappingina. Nú verður triðji dysturin hjá kvinnunum á heimavølli spældur, tá Føroyar taka ímóti Slovenia á Tórsvølli klokkan 17.00. Ansy Sevdal, sum eisini spælir við EBS Skála, heldur, at dysturin móti Slovenia í dag er besti møguleikin hjá kvinnunum at fáa stig í hesi undankappingini. Mótstøðuliðið er sterkt, men vit vita samstundis eisini, at sannlíkindini fyri at fáa stig ella spæla upp ímóti teimum, so vit fáa ein javnan og spennandi dyst, eru størst í júst í hesum dystinum, sigur Ansy Sevdal, sum hevur spælt 30 A landsdystir fyri Føroyar, við FSF.fo . Umframt hesi bæði liðini eru Ísland, Kekkia og Týskland eisini í bólkinum. Føroyar hava spælt og tapt ímóti øllum londum. 14.09.2017 Føroyar Kekkia 0 8 18.09.2017 Ísland Føroyar 8 0 24.10.2017 Týskland Føroyar 11 0 24.11.2017 Slovenia Føroyar 5 0 10.04.2018 Føroyar Ísland 0 5 Fyrst skuldi filmurin, F gelf ngarens Son, takast upp í ymiskum londum í Evropa, men trupult var at fáa alla fíggingina uppá pláss. Tí varð avgjørt, at gera flest allar upptøkurnar í Føroyum, sigur føroyski filsframleiðarin í verkætlanini, Jan Berg Jørgensen. Hetta hevur verið ein spennandi tilgongd, og arbeiði í Bø, Gásadali, Koltri og síðan í gomlu komu og fráfariingarhølunum á flogvøllinum í Vágum, hevur havt fleiri avbjóðingar við sær. Men samanumtikið hevur gingið sera væl við upptøkunum, sigur Jan Berg Jørgensen við morgunsendingina. Lars Løkke Rasmussen vil tó ikki siga, í hvørjum landi talan er um, men hann sigur, at talan verður um eitt stað, sum ikki er serliga dámligt. Lars Løkke Rasmussen sigur, at tey eru komin langt við ætlanunum, og út frá kjakinum, sum hann hevur havt við aðrar ríkisleiðarar í Evropa, so væntar hann, at fyrsta stigið kann takast longu í ár. Fyrr hevur uppskot verið um, at gera móttøku miðstøðir í nøkrum londum í Norðurafrika. ES londini hava ikki verið samd um asyl politikkin. Valið í Italia og Slovenia hevur eisini elvt til størri fremmandahatur og høgra populistiskt rák í politikkinum, skriva Berlingske og Reuters. Tá flaggið er farið upp, skulu bátarnir leggja til start. Bátur, sum ikki hevur lagt til start fimm minuttir eftir, at flaggið er farið upp, fær boð um at fara av róðrarøkinum. Høgni Hoydal, landsstýrismaður hevur heitt á Gest Hovgaard, Guðrið Andorsdóttir og Arnbjørn Egholm um at taka sæti í mentingarnevndini, sum nú skal viðgera og gera tilmæli út frá teimum 38 umsóknunum, sum komnar eru ymsastaðni úr landinum. Harafturat eru trý varafólk sett. Tey eru Ásmundur Guðjónsson, lívfrøðingur, Bartal Dulavík, fiskivinnukandidatur og Rúna Hjelm, fiskivinnukandidatur. Fiskimálaráðið skrivar, at Gestur Hovgaard, sum í løtuni er í farloyvi frá Fróðskaparsetrinum, er valdur tí hann millum annað í mong ár hevur granskað spurningar, ið beinleiðis ella óbeinleiðis eru viðkomandi fyri økismenning. Hann er útbúgvin samfelagsfrøðingur. Guðrið Andorsdóttir er roynd í útflutnings og framleiðsluvinnu av fiskavørum. Hon hevur somuleiðis verið virkin innan granskingarumhvørvið í síni heild eins og í alivinnuni. Guðrið Andorsdóttir er útbúgvin føðslulívvirkisfrøðingur. Arnbjørn Egholm er royndur í fíggjarvinnu millum annað við beinleiðis atliti at fiskivinnu. Hann hevur eisini arbeitt í vinnurekandi grunni, eitt nú við verkætlanum í fiskivinnuni. Eisini hevur hann royndir beinleiðis úr vinnuliga partinum av fiskivinnuni. Arnbjørn Egholm hevur bankaútbúgving. Í síðstu viku funnust seks at limalondunum í G7 hvassliga at sjeynda landinum í bólkinum, USA, fyri avgerðina at leggja revsitoll á stál og aluminium. Á skránni fyri fundin eru altjóða búskaparvøkstur, friðarspurningar og umhvørvisspurningar. Eisini javnstøða og rættindi hjá kvinnum eru á skránni í ár, og hava eisini verið tað á seinastu fundunum. Tað er sjáldan, at G7 fundin ger ítøkiligar og bindandi niðurstøður, sum limalondini skulu halda. Heldur tosa tey ofta um mál og leiðreglur fyri, hvussu samstarvast kann á ymsu økjunum. Høgni Hoydal, landsstýrismaður hevur heitt á Gest Hovgaard, Guðrið Andorsdóttir og Arnbjørn Egholm um at taka sæti í mentingarnevndini, sum nú skal viðgera og gera tilmæli út frá teimum 38 umsóknunum, sum komnar eru ymsastaðni úr landinum. Harafturat eru trý varafólk sett. Tey eru Ásmundur Guðjónsson, lívfrøðingur, Bartal Dulavík, fiskivinnukandidatur og Rúna Hjelm, fiskivinnukandidatur. Fiskimálaráðið skrivar, at Gestur Hovgaard, sum í løtuni er í farloyvi frá Fróðskaparsetrinum, er valdur tí hann millum annað í mong ár hevur granskað spurningar, ið beinleiðis ella óbeinleiðis eru viðkomandi fyri økismenning. Hann er útbúgvin samfelagsfrøðingur. Guðrið Andorsdóttir er roynd í útflutnings og framleiðsluvinnu av fiskavørum. Hon hevur somuleiðis verið virkin innan granskingarumhvørvið í síni heild eins og í alivinnuni. Guðrið Andorsdóttir er útbúgvin føðslulívvirkisfrøðingur. Arnbjørn Egholm er royndur í fíggjarvinnu millum annað við beinleiðis atliti at fiskivinnu. Hann hevur eisini arbeitt í vinnurekandi grunni, eitt nú við verkætlanum í fiskivinnuni. Eisini hevur hann royndir beinleiðis úr vinnuliga partinum av fiskivinnuni. Arnbjørn Egholm hevur bankaútbúgving. Rakhmat Akilov, sum sjeynda apríl í fjør koyrdi ein lastbil við nógvari ferð gjøgnum Drottninggatan í svenska høvuðsstaðnum, Stokkholm, er í rættindum í Stokkholm dømdur lívlanga fongsulsrevsing. Hann er eisini dømdur sekur í fimm manndrápum og 119 drápsroyndum, og hann verður útvístur úr Svøríki fyri lívstíð eftir at hava sitið dómin. Lastbilurin rendi síðani inn í ein handilsbygning. Í bilinum fann løgreglan eina heimagjørda bumbu, sum tað ikki var eydnast yvirgangsmanninum at bresta. Undir rættarmálinum hevur Akilov millum annað greitt frá, at hann vildi revsa Svøríki, tí landið er við í alheims tiltøkunum móti IS og kalifatinum. Talan er um fólk, sum hava innlit í økismenning, hava royndir við nýskapan og virðirskapan í vinnuni og fólk sum hava innnlit í fígging og fíggjarviðurskifti hjá fiskivinnufyritøkum. Tríggjir limir eru í nevndini. Tey eru Gestur Hovgaard, samfelagsfrøðingur, Guðrið Andorsdóttir, føðslulívvirkisfrøðingur og Arnbjørn Egholm, sum hevur bankaútbúgving. Harafturat eru trý varafólk sett. Tey eru Ásmundur Guðjónsson, lívfrøðingur, Bartal Dulavík, fiskivinnukandidatur og Rúna Hjelm, fiskivinnukandidatur. Eitt nú hevur Djóni Højgaard, búskaparfrøðingur, sagt, at um politiska skipanin vil menna ávís øki í landinum, so eru aðrir hættir betri enn menningarkvoturnar. Man skal ikki blanda sosialpolitikk og vinnupolitikk saman. Vinnipolitikkur má vera vinnupolitikkur, har tað snýr seg um at skapa so høga virðisøking sum gjørligt, segði hann millum annað í Radarinum, sum varð sendur í desember. Tað vil siga, at heldur enn at fáa eitt vanligt bræv í postkassan við einum boðum frá onkrum stovni, so verða boðini send á netinum eitt nú í einum telduposti. Og júst tað, at ein so stórur partur av slíkum samskifti í dag fer fram á netinum, tað er ein avbjóðing fyri pensjónistarnar í Føroyum. Nógv hava onga teldu, og hava tey teldu, tora tey ikki at brúka hana. Og tey eru rættiliga eym um tey tingini, tey vita og eiga, og tey ynskja ikki, at onnur fólk skulu kunna koma inn á teirra privata økið, sigur Beata L. Samuelsen. Í morgunsendingini fortaldi hon, hví tað er ein avbjóðing fyri fleiri pensjónistar, at alsamt fleiri fyritøkur og stovnar samskifta á netinum. Talan er um eina heildarráðgeving, har Osbjørn Jacobsen Arkitektar koma at standa fyri byggiverkætlanini, skrivar Eysturkommuna á heimasíðuni . Í dag hevur Dagstovnurin Gjái pláss til 56 børn, og eftir ætlan skal nýbyggingin hava við sær, at dagstovnurin fær 100 nýggj pláss. Flestu av okkum kenna til fyrstuhjálp men kanska eru fleiri sum ikki kenna til tað sum vit kunnu kalla sálarliga fyrstuhjálp. Tórunn Osá, sum í fleiri ár hevur starvast sum leiðandi sjúkrarøktarfrøðingar á psykiatriska deplinum, og Birgit Andersen, sum er leiðari í økispsykiatriini í Føroyum, greiða frá týdninginum av hesum. Strandferðslan sigur, at bíleggingarskipanin er virkin aftur í morgin, men farmatúrarnir klokkan 8.45 eru ikki knýttir at bíleggingarskipanini. Meirilutin av dómarunum sigur, at galdandi lóg í Norðurírlandi kann ikki sameinast við mannarættindini. Men skal málið koma fyri hægstarætt, krevst, at kvinnan er vorðin við barn av einari kynsligari brotsgerð, ella hevur eitt vanskapt fostur. Frí fosturtøka er ikki loyvd í Norðurírlandi, uttan so at heilsan hjá kvinnuni er í vanda, ella um vandi er fyri, at hon fær varandi mein. Tað er ein ríkisfelagsskapur í einari broytingartíð, sum Aksel V. Johannesen, Kim Kielsen og Lars Løkke Rasmussen fara at skifta orð um á árliga ríkisfundinum í næstu viku. Garvaði vinstrapolitikarin, 73 ára gamli Bertel Haarder, heldur, at danska Grundlógin er merkt av, at Danmark hevur ræðið á bæði Grønlandi og Føroyum. Tí, heldur hann, eiga Danmark, Grønland og Føroyar at skriva eina felags yvirlýsing, har tað verður greitt, at trý lond hava sjálvboðin valt at loysa nakrar uppgávur saman í einum felagsskapi. Mette Frederiksen, forkvinna í danska Javnaðarflokkinum, heldur, at sjálvstýrisvisjónirnar í Grønlandi og Føroyum kunnu hava við sær, at ríkisfelagsskapurin verður upploystur við tíðini, og toppdiplomaturin Peter Taksøe Jensen mælir beinleiðis til, at Danmark, Grønland og Føroyar skipa seg í ein ríkjafelagsskap sum trý sjálvstøðug londum. Tað eru serliga herdu sjálvstýriskrøvini úr Grønland, sum elva til, at danir eru farnir at tosa øðrvísi um ríkisfelagsskapin. Sjálvstýrisflokkarnir vinna valdið hvørjaferð, og tað er greitt tekin um, at sambandsrørslan í Grønland er veik. Luttakarar Martin Breum, rithøvundur og tíðindamaður, Bertel Haarder, fólkatingsmaður fyri Vinstra, Thomas Munk Veirum, tíðindamaður í grønlendska Kringvarpinum, Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, og Magni Arge, fólkatingsmaður fyri Tjóðveldi. Sangirnir, ið verða spældir, eru Innaní og uttaná Bjarki Hansen Sjálvgóðskan Spegil Spegil Trettan Páll Finnur Páll Hennara dansigólv Byrta feat. Silvurdrongur Same Boat Jón Mørkøre Let The Ship Come In Edith Dahl Jacobsen At einskilja Posta, samstundis sum ein onnur almenn fyritøka sleppur at byggja gistingarhús og kappast við privat, hongur ikki saman. Tað heldur Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum. Hann heldur eisini, at landsstýrismaðurin er ógegnigur í málinum. Løgtingið hevur sjálv gjørt av, at Atlantic Airways skal virka sum eitt privat felag, og tí eru eingir trupulleikar, at Atlantic kappast samstundis sum Posta skal einskiljast. Tað heldur Poul Michelsen, landsstýrismaður, og hann vísir aftur, at hann er ógegnigur. Eg var skelkaður, tá eg sá, at vinmaðurin sló við øks. Tað segði 24 ára gamli maðurin, sum er ákærdur fyri drápsroynd, í Føroya Rætti. Í dag var annar dagur í nevningatinginum í sonevnda øksamálinum. Kvinnulandsliðið hevur í kvøld spælt landsdyst á Tórsvølli ímóti Slovenia í undankappingini til endaspælið um Heimsmeistaraheitið, sum verður í Fraklandi næsta ár. Hóast føroysku leikarnir høvdu fleiri finar málmøguleikar, so vann Slovenia dystin 4 0. Á Eiði drupu tey eitt svanapar við ungum fyri tveimum árum síðani, tí borgarstjórin helt tað vera til ampa fyri bygdarfólkið. Nú er eitt nýtt par har, ið hava fingið ein unga. Hvat ger bygdaráðið við tað Vit hava verið ein túr á Eiði. Heidi Lava Elgeirsdóttir var á Tórsvølli aftan á dystin, og hon tosaði við Rannvá B. Andreasen, liðskipara, og Pætur Clementsen, venjara. Løgreglan í Íslandi hevur gjørt húsarannsóknir og avhoyringar, tí illgruni er um, at Skeljungur og Magn vórðu seld ov bíliga fyri 10 árum síðani. Hatta er gamalt og hevur einki við okkum at gera, sigur Hendrik Egholm, forstjóri í Skeljungi í Íslandi, sum eigur Magn í Føroyum. Glitnir, ein banki í Íslandi, átti í 2008 Skeljung og Magn. Eitt felag, sum trý fólk áttu meirilutan í, keypti tá Skeljung í 2008 og Magn í 2009. Í 2009 broytti Glitnir navn til Íslandsbanki. Íslandsbanki gjørdi av at kanna handilin, tí illgruni var um, at oljufeløgini vórðu seld ov bíliga. Tað var eitt felag, sum hjúnini, Guðmundur Arnar órðarson og Svanhildur Nanna Vigfúsdóttir, áttu, sum keypti oljufelagið Magn frá einum íslendskum trotabúgvi fyri 12 milliónir krónur í okkara pengum í 2009. Løgreglan kann nú tey bæði saman við øðrum, tí Íslandsbanki heldur uppá, at Glitnir, sum seinni gjørdist Íslandsbanki, seldi tey bæði oljufeløgini ov bíliga. Í apríl mánaði heitti Mentamálaráðið á allar dagstovnar og dagrøktir um at koma við uppskotum til Barnasangbók Føroya. Ein sangbók, sum allir nýføðingar fáa latið í vøggugávu frá landinum. Fyri at fáa eina so fjøltáttaða og spennandi bók sum gjørligt vilja vit nú lata almenningin sleppa at siga okkum, hvørjir barnasangir eru vælumtóktir heima, sigur Eydna Skaale, sum er samskipari av sangbókini. Pláss eru fyri tilsamans 100 sangum í Barnasangbók Føroya, og eftir ætlan verður fyrsta bókin latin einum nýðføðingi einaferð til heystar. Til ber at geva títt boð upp á ein góðan barnasang, sum skal vera í bókini, við at fara á síðuna Banasangbók Føroya á Facebook. Freistin at lata inn uppskot er mánadagin 18. juni. Tað veit VP.fo. Skipanin í Nípuhaga samsvarar við skipanina, sum er komin í gildi í Mykinesi, har hagapartnir hava gjørt avtalu við hiking.fo, sum skal hava vaktarhaldið í Mykinesi. Fyribils er skipanin einans galdandi fyri bólkar, sum ætla sær gongutúr út á Trælanípuna. Einstaklingar sleppa tí undan gjaldinum. Pengarnir, sum koma inn, fara til at gera eina gøtu niðan á Trælanípu og eina gøtu fram við vatninum og annars til viðlíkahald og ábøtur. Gunnar K. Nattestad, sum er í hagastýrinum, sigur við VP.fo, at ætlanin ikki er at raka føroyingar, tí sleppa skúlaflokkur og onnur framvegis at ganga frítt. Hagin er undir sera nógvum trýsti frá teimum mongu ferðafólknum. Tey vitja hvønn dag og í øllum veðri. Hagafuglurin er mestsum horvin, og seyðurin trívist so illa úti á Trælanípuni, at lombini viga minni, enn tey plagdu. Soleiðis verður sagt í eini fráboðan frá hagastýrinum, sum samstundis boðar frá, at frá mánadegnum verður ein nýggj skipan sett í verk saman við hiking.fo, har gjaldast skulu 100 krónur fyri hvønn, sum fer til gongu eftir Ovarugøtu, og at gøtan fram við vatninum verður stongd, tí hon er so slitin. Skipanin verður sett í verk mánadagin 11. juni. Eftir hetta skulu allir túrar frammanundan gjaldast, sigur hagastýrið í fráboðan. Kathrine Lilleør er prestur og rithøvundur. Lilleør familjan kemur úr Jyllandi og bæði abbi, pápi og pápabeiggi Katrinu eru prestar. Í dag er hon prestur við Sankt Pauls kirkjuna í Keypmannahavn. Hon skrivar klummur og bloggar á Berlingske og heldur fyrilestur um H.C.Andersen og Kierkegaard, sum hon eisini hevur skrivað eina Phd um. Eg vóni at fáa viðurskiftini í rættlag, segði Donald Trump og lovaði at bjóða Kim til USA, um fundurin í Singpore í næstu viku eydnast væl. Eg haldi ikki, at eg havi brúk fyri at fyrireika meg. Tað snýr seg um støðufesti. Tað snýr seg um at fáa nakað á skaftið. Men eg haldi, vit hava verið fyrireikað til hendan fundin leingi, segði Trump. Fyri bara fáum vikum síðani avlýsti Trump ætlaða fundin í persónligum brævi til Kim Jong un. Har skrivaði hann, at Kim hevur víst, at hann hevur ringt sinnalag, og tí er tað óhóskandi at hitta hann. Men stutt eftir hálsaði Trump um, og síðani kom ein norðurkoreiskur herleiðari á vitjan í USA, og við sær hevði hann persónligt bræv frá Kim til Trump. Toppfundurin millum Trump og Kim var eitt av høvuðsevnunum á fundinum millum Trump og Abe í gjár. Handil stóð eisini á dagsskránni. Áðrenn hann fór úr Japan, segði Abe, at hann vónaði at fáa semju við Trump um, hvussu USA og Japan saman skulu nærkast Norðurkorea. Stjórnin í Japan hevur fleiri ferðir ávarað USA ímóti at slaka ov nógv fyri stýrinum í Norðurkorea. Abe vónar, at Trump fer at fyrihalda Kim støðuna hjá japanskum borgarum, sum Norðurkorea í 1970unum og 80unum burturflutti. Abe er tilreiðar at hava beinleiðis samrøður við NorðurKorea, um tað bøtir um møguleikarnar at loysa málið um burturfluttu fólkini. Frederiksberg vísti seg frá sínari bestu síðu í gjárkvøldið, hóskvøldið 7. juni, tá føroyska uppsetingin av leikinum, Veitslan, ið upprunaliga var ein filmur skrivaður av danska leikstjóranum, Thomas Vinterberg, varð sýndur við Maritu Dalsgaard sum leikstjóra. Sjónleikarhúsið, Betty Nansen, var á tremur við fólki, og útselt var til sýningina, ið einans varð sýnd hesa einu ferðina. Ikki bara føroyingar vóru millum áskoðararnar. Eisini nógvir danir høvdu leitað sær í sjónleikarhúsið at njóta sýningina, ið varð tekstað til danskt, so danir og aðrir norðbúgvar skiltu, hvat sagt varð á pallinum. Føroyska Veitslan er eitt felagsnorðurlendskt samstarv og við í hópinum av leikarum, tónasmiðum, pallstjórum v.m. eru grønlendarar, íslendingar danir og føroyingar. Eg eri so ótrúliga glað fyri og nøgd um avrikið hjá sjónleikarunum, sum í kvøld sýndu heilt serligar gávur. Bæði áskoðarar, fólk í sjónleikaheiminum og arbeiðsfólk á Betty Nansen vóru so sera væl nøgd við framførsluna, og hetta gleðir meg sjálvsagt almikið, heldur Marita fram. At tað er stóri hópurin av fólki, sum standa aftan fyri leikin tað verið seg leikarar, ljóðfólk, tónasmiðir, pallsmiðir ella smyrsl, ið eiga æruna av, at sýningin gekk so væl, leggur leikstjórin stóran dent á. Teirra tilvit og lutur í sýningini og øllum tí nógva, harða arbeiðinum, sum liggur í og kring eina leikuppsetan, sum Veitslan er, er heilt ótrúligt. Tað er sjónligt, at tey eru góð við hvønn annan, við leikin og við verkætlanina, og at tey vilja geva alt, tey eiga, sigur Marita. Tað, ið er av størsta týdningi, og tað, sum sjónleikur er, er samstarv og at vera tilvitaður um, at saman merkir øll . Tá hetta fæst at liva, fær hetta eina heilt serliga góðsku, og júst hendan góðskan strálaði av pallinum í kvøld, sigur leikstjórin, sum gott kundi hugsað sær at sýnt fleiri sýningar av Veitsluni í Danmark. Betty Nansen leggur hús til fleiri sjónleikir í hesum døgum, og av hesi orsøk er ikki pláss í skránni til fleiri sýningar. Eitt nú skal ein nýggjur leikur sýnast í kvøld. Hetta er list í núinum, sigur Marita. Tað er tað, tað er, og síðan er tað burtur. Men hvørja ferð skal tað vera har fult heilt og heilt. Tað er ikki bara Marita Dalsgaard, leikstjóri, sum er væl nøgd við avrikið. Danskir miðlar vóru eisini til staðar til sýningina í gjár. Millum annað skrivar mentanarmiðilin, CPHCulture Pallsetingin hjá Maritu Dalsgaard er framúrskarandi. Hon brúkar ikki bara pallin, men alt rúmið, og tað er, sum eru vit sjálv við til stóra, fólksliga og hartljómandi familjuveitslu, har bæði børn og vaksin í øllum aldri eru við. So kundu Føroyar fáa kvotuna aftur. Tað hava Føroyar so fingið í ár, og tí hava Føroyar nú 17.000 tons av rossamakreli í Suðurkyrrahavinum, sum føroysk skip ikki vilja fara eftir, sigur Høgni Hoydal. Hagarnir slítast av mongu ferðafólknunum, og alsamt fleiri ferðafólk ganga seg í óføri. Tí er neyðugt at skipa ferðsluna betur, sigur Ísak Petersen, ein av Hagastýrislimunum á Viðareiði. Hagastýrið í Nípuhaga fer at krevja pengar frá fólki, sum ganga í Nípuhaga og út til Trælanípuna og Bøssdalafoss. Tað skrivar VP.fo . Orsøkin er, at so nógv fólk nú ganga í økinum, at tað bæði órógvar heiðafuglin og slítur lendi. Tí er neyuðugt at fáa pengar inn, sum millum annað skulu brúkast til at gera eina gøtu framvið vatnið, har tað í løtuni ikki er gangandi. Og eisini á Viðareiði er ætlanin at gera eina líknandi skipan sum í Nípuhaga og sum í Mykinesi, har 100 krónur verða tiknar frá fólki, sum ætla sær út um bøgarðarnar og ígjøgnum lundalandið og í Hólmin. Á Viðareiði er ætlanin eisini at seta sum krav, at ferðaleiðari skal við, tá gingið verður út á Enniberg, tí sera nógv ferðafólk ganga seg í óføri, sigur Ísak Petersen, ein av Hagastýrislimunum á Viðareiði. Tað vil siga verkætlanir, sum stuðla menningini av ferðavinnumøguleikunum í Mykinesi, sum stuðla undir átøk, ið framhaldandi verja nátturðu, fugla og djóralív í Mykinesi, sum stuðla menningini av landbúnaðinum í Myknesi, stuðla átøkum, ið endurbyggja fornminnir v.m. í Mykinesi og sum heild stuðla einstøku hagapartarnar og Mykines bygd og oyggj á annan hátt. Hagastýrið heldur, at tað hevur stóran týdning at miðja eftir at skapa inntøkur í lokaløkinum og nøkur arbeiðspláss, nú farið verður undir hesa skipanina. Men ætlanirnar hava við sær eina tvístøðu um, hvørt tað er rætt at taka pengar frá føroyingum, og hetta viðurkennir Ísak Petersen, hagastýrislimur á Viðareiði. Hvussu var tað at vera barn í 20. øld Hendan spurningin setti sjónvarpið í ár 2000 10 fólkum, sum øll vóru í ymsum aldri. Sendingarnar, sum tá vóru tíggju í tali, eru nú settar saman til tríggjar og hesaferð hoyra vit Sigmund í Hoyvík, Hoyvík, Eyðun Samuelsen, Miðvágur og Jóanes Johannesen, Dalur. Lagt til rættis Sigrún Brend Í sambandi við, at tað í fjør vóru 100 ár liðin, síðani Ella Fitzgerald varð borin í heim, tulkar orkestrið saman við ymsum sangarum løg, sum Ella sang. Dirigentur er íslendski Sigurður Flósason. Konsertir verða í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið og í Løkshøll sunnukvøldið. Tórshavnar Bigband varð stovnað í 1972. Tað byrjaði við, at Ludvík Breckmann, formaður í Havnar Hornorkestri, um heystið í 1971 savnaði saman eitt orkestur til at spæla til dans í Sjónleikarhúsinum. Til hetta endamál heitti hann á Brand Øssursson og aðrar tónleikarar, sum játtaðu. Eftir eitt væl eydnað dansikvøld í Sjónleikarhúsinum gjørdu tónleikararnir av at halda fram við orkestrinum og settu á stovn Tórshavnar Bigband í januar 1972. Um hetta mundnið varð læraraskúlin bygdur, og orkestrið fekk loyvi til at brúka auluna sum venjingarhøli. Tórshavnar Bigband vandi fast eina ferð um vikuna í læraraskúlahøllini og spældi til eitt nú til V4 sendingar seint í 70unum, sum vórðu sendar úr sama staði. Annars spældi orkestrið eisini til ymisk titøk hjá virkjum og stovnum. Tórshavnar Bigband var við á Musikkstevnu á Glyvrum í 1976 og í Ítróttarhøllini á Hálsi í 1978 spældi orkestrið, tá ið Dirch Passer undirhelt fyri stúgvandi fullari høll. Í 1980 kom nýggj manning til, og frá 1984, tá Tórshavnar Jazz Fólka og Blues festivalur varð hildin fyri fyrstu ferð, fór orkestrið gjøgnum árini at spæla á festivalinum við ymsum útlendskum solistum. Vit kunnu nevna Jesper Thilo, Jens Klyver, Eero Koivistoinen, Butch Lacy, Bjarne Thanning og Hohn Højbye. Tað skuldi ikki verða fyrr enn í 2011, at Tórshavnar Bigband gav sína fyrstu útgávu út. Hetta vóru kend føroysk løg, sum orkestrið hevði spælt við føroyskum sangarum til eitt tiltak í 2009, tá Havnin hevði 100 ára føðingardag sum kommuna. Tað var Magnus Johannesen, sum átti útsetingarnar. Vit hoyra í hesum innslagnum eitt brot úr einari útvarpssending frá 27. mars 1972. Tá var orksetrið bert tveir mánaðir gamalt. Ívar Iversen var vertur í sendingin. Vit hoyra Tórshavnar Bigband spæla tvey løg, sum vórðu tikin upp í Læraraskúlahøllini í 1972. Sunnudagin klokkan tvey skipar Hvirlan fyri familjutiltaki á Tórsbreyt, har børn upp til 11 ár kunnu royna seg við bóltkasti, longarlopi og 60 metra renning. Vikuskiftissendingin hitti Tór Mortensen og Eydnu Mariu Debes, sum fara at leggja lag á. Tey eru alt annað enn óroynd føroyameistarar í bæði hesum og hasum. Eydna hevur bragdað innan fimleik, og Tórur hevur eitt nú vunnið DM í trýstøkk, sum er eitt slag av longdarlopi. Hoyr tey greiða frá um tiltakið Í morgin, 9. juni, er eitt ár liðið síðani stóri eldurin var á Tvøroyri. Arbeitt verður við at endurreisa Varðan Pelagic, men hvat líður Vit vóru á virkinum fyrr í dag. Øll, sum arbeiddu á Varðanum Pelagic, áðrenn eldur kom í, fáa tilboð um at byrja aftur, tá virksemið verður aftur á virkinum. Tað verður, tá makrelvertstíðin byrjar aftur síðst í august. Hjálpin til føroyskar krígsveteranar verður nú samskipað, og umboð fyri Veteransentrið hjá donsku verjuni eru í Føroyum í hesum døgum, har tey tosa við føroysk fakfólk og sjálvboðin, sum skulu vera partur av tilboðnum. Hvar liggur vrakið av Tjaldrinum Tað er ein spurningur, fólk hava sett sær nú í 72 ár. 135 ferðafólk vóru við ferðamanna skipinum, tá tað rendi á Mjóvanes og sakk í 1946. Ein maður doyði í vanlukkuni. Hóast 72 ár eru liðin síðani vanlukkuna, er enn ikki staðfest, hvar Tjaldrið liggur. Men í dag var roynt at loysa gátuna. Heri Andreasen og Jan Hammer Egholm ætla at gera fleiri túrar fyri at staðfesta, hvat vrak tað er, teir hava funnið. Innan jazztónleikin var Ella Fitzgerald millum tey allarfremstu við síni einastandandi sangrødd, og um vikuskiftið verður tónleikur hennara at hoyra í Norðurlandahúsinum og í Løkshøll. Tórshavnar Big Band fer at spæla undir hjá seks sangarum, ið fara at syngja sangir hennara. Málningalist, grafisk list, gipsverk, videoverk og installatiónir er nakað av tí, Norðoya Listafelag bjóðar á summarframsýningini í Posthúskjallarinum í Klaksvík. Verkini eru ymisk, men hava tann felagsnevnara, at tey eru gjørd av listafólki, sum standa við tað, tey umboða, og hava upp á hjarta. Ætlanin er, at framsýningin skal vera opin til Summarfestivalurin verður í august. Sunnudagin verður ein hálv milliard av føroyskari skuld strikað, tí tá eru 20 ár síðani, danir og føroyingar gjørdu avtalu um eitt lán, ið fór at detta burtur, um føroyingar ikki funnu ráðevni í undirgrundini innan 20 ár. Tað er ikki hent, og tí verður lánið nú strikað. Anfinn Kallsberg var løgmaður í 1998, og hann er errin av avtaluni, sum hann gjørdi fyri 20 árum síðani. Danir bókførdu beinaveg lánið sum eina útreiðslu, og tí hevur avskrivingin í hesum mánaðinum ongar útreiðslur við sær nú fyri danir. Coldplay var heimsins best umtókti bólkur um hetta mundið. Ongin onnur í heimshøpi album útgáva varð seld oftari í 2005. 68 kvinnu unglingalið úr øllum heiminum hittast í dag til endabrestin í estetiska fimleikaárinum, og fimm føroysk lið hava lagt leiðina til Ungarn at vera við í kappingini, sum byrjar klokkan 14.30. Tvey kvinnulið, føroyameistararnir Hydra úr Ljósinum, og Hulda úr Havnar fimleikafelag luttaka, og trý unglingalið, føroyameistararnir Eina úr Havnar Fimleikafelag, Nora úr sama felag, og Vípan úr Støkk luttaka eisini. Danskir politikarar hava misskilt ætlanina at byggja nýggjar floghavnir í Grønlandi, sigur nevndarformaðurin í Kalaallit Airports, Jóhannus Egholm Hansen við Sermitsiak. Kinesiska byggifyritøkan, China Communications Construction Company, er undangóðkend at bjóða upp á arbeiðið at byggja tríggjar nýggjar floghavnir. Politikarar í danska javnaðarflokkinum, Danska fólkaflokkinum og Vinstra siga, at avleiðingin kann verða, at Grønland verður búskaparliga heft av Kina. Nevndarformaðurin í Kalaallit Airports samanber støðuna við, at tann, sum byggir eini hús, skyldar ikki teimum, sum smíða, pengar, men bankanum, sum lænir peningin. Sama hvør fær arbeiðið, fara vit at kanna lánimarknaðin í Evropa, Amerika og Asia saman við fíggjarliga ráðgeva okkara, Danske Bank, til tess at fáa besta tilboðið. Hetta kann eisini umfata kinesiskar lániveitarar, men tað hevur einki hevur einki samband við, hvør skal gera arbeiðið, sigur Jóhannus Egholm Hansen. Í gjár frættist, at ein av undangóðkendu fyritøkunum, sum sleppur at bjóða upp á arbeiðið at gera floghavnirnar í Grønlandi, hevur tikið seg aftur. Johannes Egholm Hansen er annar føroyingurin í nevndini fyri Kalaallit Airports. Hin er Jákup Sverri Kass, fyrrverandi stjóri í Vága floghavn. Pálshøll hýsir 40 kappingum um vikuskiftið, har tríggir finalupartar eru. Luttakarnar, ið kappast, hava seinastu 12 mánaðirnar klárað bronsunálatíð í minst eini grein á stuttgeil ella langgeil. Svimjarnir kappast sjálvsagt sína millum, men eisini kappast teir fyri at fáa kravtíðina til størru kappingarnar uttanlands. Eitt nú verður svomið fram móti at sleppa til NMU, sum er norðurlendsk meistaskap fyri Ung, sum verður í Rika í juni. Eisini verður svomið móti at sleppa við í EJM í Finnlandi, sum er norðurlendsk kapping fyri tey, ið eru eitt sindur eldri. Harafturat verður eisini svomið eftir at sleppa til EM, sum verður í Glasgow. Um vikuskiftið er seinastu møguleiki hjá svimjarunum at kvalifisera seg til størru kappingarnar. Fleiri av svimjarunum hava longu kvalifisera seg til størru kappingarnar. Í gjár megnaði ein afturat at koma uppá listan við kravtíðum til kappingar uttanlands. Tað var Martin V. Sivertsen úr svimjifelagnum Ægir. Hann er nú ein teirra, ið hevur svomið kravtíðina til NMU. Óli Mortensen, Alvi Hjelm, Niels Nattestd og Bartal E. Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag settu nýtt føroyskt met á langgeil í 4z100 metra blandaðari svimjing. Teir svumu teinin uppá tilsamans 4 11.85 . Suðuroyar Svimjifelag átti metið á 4 12.18 , frá FM á langgeil í 2016. Spurningarnir hesaferð snúgva seg um kvinnur, ið tosa babymál, útferðir við arbeiðsplássinum og um kvinnu og mannfólkauppgávur. sms spurningarnir eru um, hvørt pør kunnu fara hvør sín veg at ferðast í feriuni, ella ikki, og so varð eisini spurt um panelluttakararnir ætla at hyggja at HM í fótbólti, og hvørjum teir halda við. Í panelinum hesaferð eru Eiler Fagraklett, Petrina Berg og Barbara á Tjaldrafløtti Nakrar av hesum spurningum fara vit at royna at svara í sendingini hesaferð. Vit tosa við Jens Kjeld Jensen, Erling Fles og Katy við Skipá. Føroyar eiga at fara burturúr ríkisfelagsskapinum og síðani finna ein annan máta at samstarva við Danmark. Eitt samstarv, ið serliga snýr seg um verju, trygd og valuta. Formaðurin í Framsókn legði sum heild stóran dent á uttanríkispolitikk í formansrøðuni. Poul Michelsen vísti á, at í dag hava Føroyar ikki atkvøðurætt og tískil heldur ikki nóg stóra ávirkan í ymsum felagsskapum. Nevndin, sum skal gera tilmæli um, hvør skal hava menningarkvotur, hevur havt sín fyrsta fund við landsstýrismannin í fiskivinnumálum. Har vóru formligu viðurskiftini fingin uppá pláss, soleiðis at nevndin nú kann fara til arbeiðis. Gestur Hovgaard, Guðrið Andorsdóttir og Arnbjørn Egholm eru í metingarnevndini, sum nú skal viðgera og gera tilmæli út frá teimum 38 umsóknunum um menningarkvotur, sum komnar eru ymsastaðni úr landinum. Grein 60 í lógini um fyrisiting av sjófeingi gevur landsstýrismanninum heimild at lata í mesta lagi 8,5 prosent av samlaðu, føroysku kvotuni av ymsu fiskasløgunum til vinnuligar menningarætlanir kring landið. Í hesum fyrsta umfari verður bara uppsjóvarfiskur latin sum menningarkvota. Menningarkvoturnar í ár eru 41.912 tons av svartkjafti, 8749 tons av makreli og 7510 tons av norðhavssild. Sambært lógini um sjófeingi kann menningarkvota latast til menningarætlanir, sum kunnu stuðla undir virðisøking av sjófeingi í ávísum øki í landinum, har atgongd til sjófeingi er avmarkað, ella arbeiðsloysið er stórt, samanborið við onnur øki í landinum, ella øki við støðugt minkandi fólkatali. Poul Michelsen legði sum heild stóran dent á uttanríkispolitikk og sambandið millum Danmark og Føroyar í formansrøðuni á landsfundinum hjá Framsókn. Hann segði, at Føroyar eiga at fara burturúr ríkisfelagsskapinum og síðani finna ein annan máta at samstarva við Danmark. Eitt samstarv, ið serliga snýr seg um verju, trygd og valuta. Gestarøðari á landsfundinum hjá Framsókn var Claus Kragh, evropa redaktørur hjá danska net miðlinum Mandag Morgen. 25. apríl skrivaði Kragh eina oddagrein í Mandag Morgen, har hann undir yvirskriftini Tíðin er komin til ríkisfelagsskapin 2,0 lýsti støðuna í ríkisfelagsskapinum og tørvin á at endurnýggja henda felagsskap. Claus Kragh heldur, at Føroyar eru væl fyri at taka sjálvstýri, og støða má takast til eitt nýtt slag av sambandi millum Føroyar og Danmark. Men samstundis broytist Evropa og verjustøðan í heiminum seg eisini, og tí fer evropeiskt samstarv at hava ein stóran leiklut bæði fyri Føroyar og Danmark. Óli Mortensen, Alvi Hjelm, Niels Nattestad og Bartal E. Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag settu nýtt føroyskt met í 4 ferðum 200 frísvimjing. Tíðin var 08 05 01. Gamla metið var 08 08 47. Tað eru serliga ungu svimjarnir, ið hava tikið seg fram. Fleiri teirra hava betrað sína tíð, sigur Rókur í Jákupsstovu, formaður í Svimjisamband Føroya. Harafturat eru tað eisini fleiri, ið hava svomið seg til størri kappingar. Í dag eydnaðist tað Kristinu í Skála úr Havnar Svimjifelag at svimja undir kravtíðina til NMU. Og í gjár svam Martin V. Sivertsen úr Ægir seg eisini til NMU kappingina. NMU er ein norðurlendsk meistara kapping, sum verður í Finnlandi. Síggj øll, ið hava kvalifiserað seg til kappingar uttanlands her . Í dag varð aftur føroyskt met sett. Hesaferð vóru tað menninir í Havnar Svimjifelag, ið settu met í 4x200m frísvimjing sí innslag við monnunum í Havnar Svimjifelag her . Hetta er 20. ferð, at virðislønin, sum Bikubenfonden hevur sett á stovn, er latin sjónleikararum, leikstjórum og framførslum, sum hava vakt ans í donsku leiklistaverðini. Hann segði millum annað í grundgevingini, at Olaf ikki var ein vanligur sjónleikari, men ein framúrskarandi leikari, sum hevði eina einastandi yrkisleið í donskum sjónleiki. Hetta er triðju ferð, at Olaf Johannesen fær eina Reumert virðisløn. Bæði í 2015 og í 2016 vann Olaf Johannesen virðislønina fyri besta mannliga leiklut. Í gjárkvøldið fekk Olaf Johannesen so heiðurslønina, sum verður latin serligum avrikum og serstakum talentum í danskari palllist. Umframt heiðurin fekk Olaf Johannesen eisini 200.000 krónur. Í hesum døgum er HM í estetiskum fimleiki í Budapest í Ungarn. Í gjár vóru innleiðandi umfør, og fimm føroysk lið vóru við í kappingini. Kvinnuunglingar Vípan úr Støkk 14,9 stig. Eina úr HF 14,2 stig og Nora úr HF 14,05 stig. Kvinnur Hydra úr Ljósinum 15,5 stig og Hulda úr HF 14,7 stig. Um vikuskiftið hevur G7 toppfundur verið í Kanada. Ein felagsniðurstøða varð gjørd millum luttakandi londini. Men fáar tímar eftir almennu fráboðanina, kúvendi Trump og gjørdi greitt, at hann ikki tekur undir við felagsniðurstøðuni kortini. Boðini frá Trump vóru, honum líkt, eini Twitter boð. Hann hartaði kanadiska forsætisráðharran og skýrdi hann at vera óreiðiligan og veikan. Justin Trudeau, sum kanadiski forsetin eitur, var vertur fyri toppfundin hjá G7 londunum, sum var merktur av ósemjum, serliga tá tað kom til handilsspurningar. Men tá tað kom til stykkis vóru teir sjey leiðararnir so mikið samdir, at teir skrivaðu undir eina felagsniðurstøðu, sum millum annað segði, at tey sjey londini skulu virka fyri at seta úr gildi handilsforðingar. Og Trump, sum altso tók undir við felagsniðurstøðuni, fór av fundinum fyri tíð, tí hann fór at fyrireika seg til fundin við norðurkoreanska leiðaran, skrivaði á Twitter, at hann tá fór av einum framúrskarandi fundi. Fáar tímar seinni komu boðini um, at hann kortini ikki tók undir við felagsniðurstøðuni. Børnini kunnu royna seg í bóltkasti, longarlopi og renning, og alt fyrigongur í hugnaligum umhvørvi, har tað fyrst og fremst snýr seg um at at hava tað stuttligt. Vikuskiftissendingin hitti Tór Mortensen og Eydnu Mariu Debes, sum fara at leggja lag á Stuttleikirnar. Tey eru alt annað enn óroynd føroyameistarar í bæði hesum og hasum. Fimm føroysk lið luttóku í innleiðandi umførunum, sum vóru í gjár. Tað var tó bara Vípan, sum kom víðari til finaluna, sum var fyrrapartin í dag. Fyri framførsluna í dag fekk Vípan 15,55 stig. Hetta er samstundis besta úrslit, sum eitt føroyskt kvinnuunglingalið hevur fingið í HM kapping higartil, skrivar Fimleikafelagið Støkk. 20 ár eru liðin, síðani Danmark og Føroyar gjørdu avtalu um lán. Avtalan segði, at lánið fall burtur, um Føroyar ikki funnu ráðevni, til dømis olju, í undirgrundini næstu 20 árini. Tað er ikki hent, og lánið er tí strikað í dag. Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum sigur, at føroyski búskapurin við hesum er styrktur, og at punktum loksins er sett við ein dapran kapittul av føroyskari søgu. Samstundis merkir hetta, at uttanlandsskuldin hjá landskassanum verður eina hálva milliard minni, og tað er fíggjarmálaráðharrin fegin um. Í løtuni hava vit eina lutfalsliga skuld ikki minst samanborið við restina av Evropa, og búskapurin er sterkur. So eg vænti, at skuldi tað komið har til, at vit høvdu tørv á at læna nakrar krónur, skuldi tað í løtuni ikki verið nakar trupulleiki, sigur Kristina Háfoss millum annað. Tað var Anfinn Kallsberg, sum gjørdi avtaluna við danir. Hann var løgmaður í 1998 og segði við Dag og Viku fríggjakvøldið , at einki stóð um 20 ára tíðarskeiðið í upprunaliga uppskotinum um avtaluna. Danir bókførdu beinaveg lánið sum eina útreiðslu, og tí hevur avskrivingin í hesum mánaðinum ongar útreiðslur við sær nú fyri danir. Endamálið við dagsins kórkonsert er at varpa ljós á og byrta undir kjak um Kirkjubømúrin, og hvat hann skal brúkast til. Ólavur Hátún heldur, at hann skal innilokast og verða mentanarhús. Í morgun lendi norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong un í Singapore, har hann millum annað skal fundast við amerikanska forsetan, Donald Trump. Tað váttaði uttanríkismálaráðharrin í Singapore við eini mynd á Twitter. Fyri bara fáum vikum síðani avlýsti Trump ætlaða fundin í persónligum brævi til Kim Jong un. Har skrivaði hann, at Kim hevur víst, at hann hevur ringt sinnalag, og tí er tað óhóskandi at hitta hann. Men stutt eftir hálsaði Trump um, og síðani kom ein norðurkoreiskur herleiðari á vitjan í USA, og við sær hevði hann persónligt bræv frá Kim til Trump. Hóskvøldið í farnu viku segði amerikanski forsetin á tíðindafundi, at hann kortini ætlaði at hitta norðurkoreanska leiðarin, tí brævið, sum hernaðarleiðarin hevði tikið við til Trump, var bæði inniligt og gott. Donald Trump vissaði á tíðinda fundinum um, at alt er tilreiðar til fundin, og at hann var tilreiðar at vera longri í Singapore. Harafturat segði hann, at hann fór at bjóða norðurkoreanska leiðarinum til USA, um fundurin gongur væl. Eg vóni at fáa viðurskiftini í rættlag, segði Donald Trump og lovaði at bjóða Kim til USA, um fundurin í Singpore í næstu viku eydnast væl. Í amerikonsku leguni vóna tey, at fundurin fer at skunda undir eina tilgongd, har Norðurkorea til sjeyndu síðst gevst við kjarnorkuverkætlanum sínum. Eysturríki forsætisráðharrin, Sebastian Kurz úr konservativa fólkaflokkinum, ØVP, hevur síðani valið í fjør lovað at føra strangari politikk viðvíkjandi tilflytarum. Millum annað hevur stjórnin lagt fram ætlanir um at minka um stuðulin til lívs uppihald, so at flóttafólk bert kunnu fáa 563 evrur um mánaðin, ið eru góðar 4.200 krónur. Tilflytarar kunnu tó fáa hægri útgjald við at standa eina málroynd í týskum. Tá verður útgjaldið 6.400 krónur, ið svarar til minstu upphædd, sum aðrir borgarar í landinum fáa í dag. Nú boðar stjórnin frá, at ætlanin eisini er at steingja í alt sjey moskur. Hetta kemst av, at stjórnin í 2015 samtykti at forbjóða átrúnaðarligum felagsskapum at móttaka stuðul frá útlandinum. Innanríkisráðharrin í Eysturríki, Herbert Kickl, sigur, at uppihaldsloyvir hjá umleið 40 imamum verða í løtuni viðgjørd, tí hesir móttaka stuðul frá AITB, sum er ein felagsskapur, ið varðar av turkiskum moskum í Eysturríki. Í tveimum førum eru uppihaldsloyvi longu ógildað. Talsmaðurin hjá turkiska forsetanum sigur á Twitter, at fleiri av ætlanunum eru í beinleiðis stríð við altjóða reglur um integratión og minnilutarættindi. Sum nógv onnur lond, tók Eysturríki eisini væl ímóti flóttafólkum, tá flóttafólkakreppan var í hæddini í 2015. Men hugalagið vendi brádliga, eftir at 150.000 flóttafólk søktu um friðskjól. Tað svarar til meira enn 1 av fólkatalinum í Eysturríki. Sambært eygleiðarum undir parlamentvalinum, sum var hildið tvey ár seinni, hevur integreringin ikki gingið væl, og valstríðið snúði seg í stóran mun um, hvussu kreppan varð handfarin, og at talið av muslimum í landinum var vaksið. Síðani tá hava konservativi fólkaflokkurin, ØVP, og høgra nationalistiski Frælsisflokkurin, FPØ, stýrt landinum við ætlanum um at herða tilflytara politikkin. Danir vilja hækka aldursmarkið fyri keyp av rúsdrekka. Tað staðfestir nýggj kanning, sum áhugafelagskapurin Alkohol og Samfund hevur kunngjørt. Í løtuni er aldursmarkið 16 ár, tá tað snýr seg um rúsdrekka við minni enn 16,5 . Sostatt kunnu 16 ára gomul í Danmark keypa millum annað vanligar øl og vín. Meðan 53 eru fyri at hækka aldursmarkið á rúsdrekka við alkoholi, halda 32 , at aldursmarkið skal vera, sum tað er í dag. 8 halda harafturímóti, at aldursmarkið á brennivíni skal lækkast til 16 ár. Frammanundan hava bæði fyribyrgingarnevndir í kommunum og regiónum samt serfrøðingar í Danmark fleiri ferðir heitt á Fólkatingið um at hækka aldursmarkið frá 16 til 18 ár. Sambært alheims heilsustovninum hjá ST, WHO, er Danmark tað landið, hvørs innbúgvar hava lættast við at keypa rúsdrekka. Statens Serum Institut hevur eisini gjørt kanningar, ið vísa, at 46 av donsku miðnámsskúlanæmingum drekka alkohol so at siga hvørt vikuskifti. Danski heilsumálaráðharrin, Ellen Thrane Nørby, sigur, at hóast hesi viðurskifti, so er hendingagongdin tann, at ung í Danmark drekka minni og minni. Tað er harmiligt, at vit ikki hava álit á tey ungu longur, og at vit taka alla ábyrgd frá teimum, sigur Jeppe Jakobsen úr Danska Fólkaflokkinum. Vitjað verður í Salt á Drelnesi, í kirkjuni í Fámjin, á Varðanum Pelagic á Tvøroyri og í gamla kongaliga einahandlinum. Seinnapartin verður flogið við tyrlu til Stóru Dímun. Í kvøldi er løgmaður vertur við døgurða í nýggju matstovuni Skeiva Pakkhús í Havn. Sjálvur ríkisfundurin verður við Leynavatn í morgin klokkan hálvgum tíggju, og tíðindafundur verður klokkan 11.30. Grønlendsku og donsku gestirnir fara av landinum seinnapart í morgin. Mánaðarlønin hjá løgtingsfólkum skal hækka við 5562 krónum um mánaðin, men afturfyri skal skattafría ískoytið á 2000 krónur, sum tingfólk fáa í dag strikast. Eisini verður mælt til, at fara frá verandi pensjónsskipan við tænastumannapensjón til eina skipan, har landið rindar 15 prosent av lønarsamsýningini hjá tinglimum í eina góðkenda pensjónsskipan. Í hesum sambandi verður sama skiftisskipan nýtt, sum verður nýtt fyri landsstýrisfólkini í sambandi við, at tey eru farin frá at vinna sær tænastumannapensjón til, at landið rindar 15 prosent av lønarsamsýning teirra í eina góðkenda pensjónsskipan, stendur í tilmælinum Í bólkinum, sum hevur gjørt tilmælið, sita Jógvan Amonsson, statsaut. revisor, Gunn Ellefsen, advokatur og Mariu á Dul, HR leiðari. Bergljót av Skarði er uppvaksin úti í Grønlandi í Havn. Systkini vóru sjey. Foreldrini vóru sakførar in Sigurð Joensen og lærarinnan Sigrið av Skarði Joensen. Bergljót gekk í sunnudagsskúla og til skótar í Frelsunarherinum og stílaði eisini fyri ungdómsmøtum. Hon hitti Jákup Petersen úr Klaks vík á studentaskúlanum og tey fingu Sólrun í 1968. Í Keypmannahavn búðu tey á studentabústaðn um Sólbakkanum. Bergljót kom heim aftur í 1976. Á ólavssøku hitti hon sín seinna mann Hans Marius Johannesen úr Dali. Síðani hevur hon verið nógv í Dali, har hon í dag hevur Putlhús. Nú kunnu fólk, sum búgva í Miðbýnum í Havn, søkja um eitt parkeringsloyvi fyri 780 krónur um árið ella 65 krónur um mánaðin. Tað skrivar Tórshavnar kommuna. Umsøkjarar skulu lúka ymsar treitir, um parkeringsloyvið skal útvegast. Umframt at umsøkjarin skal búgva í miðbýnum, skal umsøkjari eiheldur hava parkeringspláss á grundstykkinum. Um parkeringspláss kann gerast á ognini fyri minni enn 50.000 krónur, verður umsóknin um parkeringsloyvi ikki gingin á møti. Verður parkeringsloyvi givið, kann ein seta sær bilin í óavmarkaða tíð í allar básar í ásetta øki við tíðaravmarkingunum 2 tímar og 8 tímar, tá ið annað ikki er tilskilað. Tó eru nøkur undantøk, har frámerkt verður Parkeringsloyvið ikki galdandi. Parkeringsloyvi geva sostatt ikki møguleika fyri at parkera í óavmarkaða tíð í básum, har loyvt er at parkera í 30 minuttir. Tó verður ein 1 ára royndartíð, har ávísir loyvishavarar í øki 1 fáa rættindi til at brúka parkeringsloyvi á ávísum parkeringsbásum við tíðaravmarkingini 30 minuttir. Parkeringsloyvið er galdandi nærindis bústaðnum hjá loyvishavaranum í einum øki og heimilar viðkomandi at parkera í óavmarkaða tíð á flestøllum parkeringsbásum í ásetta øki við tíðaravmarkingunum 2t og 8t, tá ið annað ikki er tilskilað. Sunnudagin tann 10. juni varð ein hálv milliard av føroyskari skuld strikað, tí tá vóru 20 ár síðani, danir og føroyingar gjørdu avtalu um eitt lán, ið fór at detta burtur, um føroyingar ikki funnu ráðevni í undirgrundini innan 20 ár. Tað er ikki hent, og tí verður lánið nú strikað. Anfinn Kallsberg var løgmaður í 1998, og hann er errin av avtaluni, sum hann gjørdi fyri 20 árum síðani. Danir bókførdu beinaveg lánið sum eina útreiðslu, og tí hevur avskrivingin í hesum mánaðinum ongar útreiðslur við sær nú fyri danir. Tað var maestro í føroyskum kórsangi, Ólavur Hátún, sum tók stig til forvitnisligu konsertina í múrinum, sum er reistur umleið ár 1300. Kórini Sólarmagn av Velbastað, Havnarkórið og Tarira vóru við á konsertini og tey sungu eisini í einum felagskóri saman við einum samansettum symfoniorkestri. Kórleiðararnir vóru Ólavur Hátún, Leif Hansen, Jóhannes Andreasen og Ólavur Jøkladal. Eftir konsertina legði Ólavur Hátún fram eitt uppskot saman við Arberti Isfeld arkitekti um, hvussu múrurin kann gerast eitt mentanarhús. Uppskotið ber í sær, at ein glastekja verður løgd oman á múrin. Ein arbeiðsbólkur er nú skipaður, sum saman við Tjóðsavninum og øðrum fer at kanna møguleikarnar. Á fundinum varð eisini tosað um møguleikarnar fyri alternativari fígging, millum annað úr útlendskum grunnum. Her hoyrir tú innslagið, sum var í Góðan morgun Føroyum í morgun. Vørn hevur ikki aðrar viðmerkingar um útbyggina hjá Kósini í Klaksvík enn tær, sum eru í avgerðini hjá stovninum, sigur stjórin, Elmar Højgaard. Sambært nýggju lógini um sjófeingi kann útlendskur kapitalur í føroysku fiskivinnununi ikki hækka. Hann skal vera heilt úti í seinasta lagi í 2024. Fígging er fingin til 30 milliónir, men eigararnir í partafelagnum skulu sjálvir fíggja góðar tíggju milliónir, sum er nýggjur partapeningur. Ásetingin um útlendskan partapening er bara galdandi fyri fiskivinnuna á sjónum, ikki á landi, men hon er galdandi fyri Kósina, tí partafelagið eigur dótturfeløg, sum eiga línuskip, sum fiska til flakavirkið í Klaksvík. Í kæruni til Fiskimálaráðið sigur Kósin, at útlendski ognarparturin í Kósini minkar hálvt prosent í samband við, at partapeningurin skal vaksa góðar tíggju millónir. Vørn sigur, at ikki ber til at geva loyvi til at hækka kapitalin í Kósini, tí talan er um, at útlendingar keypa fleiri partabrøv í felagnum, og tað er lógarbrot. Kósin sigur í kæruni, at partabrøv verða ikki seld, men kapitalurin í felagnum verður størri. Tey somu, sum í dag eiga felagið, seta meira í. Landsjúkrahúsið hevur tørv á 21 milliónum krónum fyri at fáa játtanina í ár at hanga saman. Nakað av peninginum er funnin við sparingum, men enn vænta 10 milliónir krónir í. Fíggjarnevndin hevur fingið fíggjarnevndarskjal, har biðið verður um 10 milliónir í eykajáttan, tí at játtanin til Landssjúkrahúsið er ov lág til verandi virksemi. Málið hevur skund, tí Landssjúkrahúsið fyri at halda játtanina, má seta fleiri tiltøk í verk, enn ráðiligt er, stendur í fíggjarnevndarskjalinum. Harumframt hevur sjúkrahúsið nú fingið 7 milliónir krónur í rokning frá Region Hovedstaden fyri reglurering vegna viðgerð uttanlands í 2016 og 2017, sum verður bókað í 2018. Orsøkirnar eru í høvusheitum, at lønarútreiðslurnar eru 4 milliónir hægri, konsulentar við meira kosta 10 milliónir, og serviðgerðir uttanlands kosta 7 milliónir krónir. Tað gevur tilsamans 21 milliónir krónur. Tiltøk eru sett í verk soleiðis, at nøkur umsitingarlig størv ikki verða sett aftur, eins og aðrar sparingar og tillagingar eru settar í verk. Av tiltøkunum, ið eru sett í verk fyri virksemi uttanlands, verða tó einans viðgerðir útsettar, har vandi ikki er fyri førleika ella lívi. Sparingarnar væntast at verða millum 3 og 7 milliónir krónur. Systrarnar Barbara, Óluva og Katarina hava nevnuliga gjørt bart og sum partur av trimum ymiskum manningum hava tær vunnið allar sínar róðrar, bæði á Norðoyastevnu og á Sundalagstevnu. Høvdu løgreglumenninir, sum komu á staðið, ikki borið so skjótt at og bundu fyri sárið, hevði álopni maðurin kanska verið deyður, tá hann kom á Landssjúkrahúsið. Hóast Pedagogfelagið mælir frá at staðseta nýggju hjálparfólkaútbúgvingina í Suðuroynni, og hóast ein kanning vísir, at bara fimm prosent av teimum spurdu vilja hava útbúgvingina í Suðuroynni, stendur Rigmor Dam, landsstýriskvinna, við sítt, at útbúgvingin skal vera í Suðuroynni. Leygarkvøldið fekk sjónleikarin, Olaf Johannesen, eina av størstu viðurkenningunum, tú kanst faa sum sjónleikari í Danmark, tá Reumert heiðurslønirnar vórðu handaðar. Fundurin byrjaði við søguligum lógvataki og søguligari undirskrift, tá báðir partar skrivaðu undir eitt skjal, sum báðir lýsa sum eitt søguligt skjal. Tað er tó ógreitt, hvat stendur í undirskrivaða skjalinum, men Donald Trump sigur, at talan er um eitt sera týdningarmikið og rættiliga umfatandi skjal, sum báðir partar verða imponeraðir av. Sambært norðurkoreanska leiðaranum, Kim Jong un, er talan um eitt søguligt skjal, og hann segði, at USA og Norðurkorea nú hava sett sær fyri at lata fortíð vera fortíð og hyggja frameftir ístaðin. Kim Jong un er nú farin av hotellinum í Singapore, har toppfundurin hevur verið, meðan Donald Trump fer at halda tíðindafund fyri heimspressuni. Toppfundurin millum Kim Jong un og Donald Trump er søguligur, tí hetta er fyrstu ferð, at ein norðurkoreanskur leiðari hittir ein sitandi amerikanska forseta. Grønlendska grundlógvarnevndin varð sett í skundi í 2016, og síðani hevur hon arbeitt í smáum. Tað skrivar grønlendska kringvarpið, KNR. Vivian Motzfeldt var forkvinna í nevndini, men hon varð vald í landsstýrið eftir valið og segði seg tá frá sum forkvinnu í nevndini. Støðan er broytt, tí nú eru fleiri flokkar, og tí er neyðugt at broyta arbeiðssetningin hjá nevndini, sigur Sara Olsvig, forkvinna í IA. Felagið spyr, hvør skal í skúla og hví. Felagið spyr eisini, hvat ástøði útbúgvingin gevur, sum betrar arbeiðsførleikarnar hjá hjálparfólkum. Felagið vil millum annað eisini hava at vita, um setanartreytirnar gerast tryggari, og um fólk, sum hava hjálparfólkaútbúgving, verða tikin fram um tey, sum ikki hava hana. Hjálparfólkafelagið spyr, um útbúgvingin gevur hjálparfólki meira í løn og, um fólk fáa góðskrivaðar aðrar útbúgvingar, sum tey hava. Forkvinnan, Maj Britt Winther Hentze Jacobsen, sigur, at fremsta málið hjá Hjálparfólkafelagnum er at betra um treytir og kor hjá hjálparfólkum í Føroyum. Teir báðir, Donald Trump og Kim Jong un, hava skrivað undir eitt skjal, har tað millum annað stendur, at Norðurkorea fer at arbeiða fyri, at koreanska hálvoyggin við tíðini skal verða kjarnorkufrí. Og hetta arbeiðið fer at byrja sera, sera skjótt, sigur Donald Trump. Harafturat eru londini samd um at arbeiða fyri varandi og støðugum friði á koreansku hálvoynni. USA fer ikki longur at gera hernaðarvenjingar saman við Suðurkorea, sum Norðurkorea er hart ímóti. Men venjingarnar verða tiknar uppaftur, um komandi samráðingarnar við Norðurkorea ikki ganga sum ætlað. Donald Trump leggur eisini dent á, at friður fer at verða millum Norður og Suðurkorea, tí ongin almenn friðaravtala varð gjørd eftir Koreakríggið, sum vardi frá 1950 til 53. Tá amerikanarar kunnu verða vísir í, at norðurkoreansku kjarnuorkuvápnini eru oyðiløgd, verða strongu tiltøkini móti Norðurkorea tikin aftur, segði Donald Trump eisini á tíðindafundinum. Toppfundurin millum Kim Jong un og Donald Trump er søguligur, tí hetta er fyrstu ferð, at ein norðurkoreanskur leiðari hittir ein sitandi amerikanska forseta. Heðin Mortensen, sum er formaður í grein 25 nevndini hjá løgtinginum, sigur, at nevndin hevur havt 14 fundir um stjórnarskipanaruppskotið, og arbeiðið hevur gingið væl. Fyri at fáa málið úr nevndini aftur til aðru og triðju viðgerð í løgtinginum krevjast sjey av 12 undirskriftum frá nevndarlimunum. Heðin Mortensen sigur, at ein fráboðan kemur frá nevndini fyrsta dagin um, hvussu verður við uppskotinum hjá løgmanni um stjórnarskipanina. Vit mangla útbúgvin starvsfólk á eldarøkinum í Havn, og tað er ein stórur trupulleiki, sum verður enn størri í framtíðini. Fleiri høvdu helst tikið eina heilsuhjálpara ella heilsurøktaraútbúgving, um Heilsuskúlin lá í meginøkinum heldur enn í Suðuroy. Men leiðarin á Heilsuskúlanum, Jórun Petersen, vísir á, at skúlin fær nógvar umsóknir, og tekur so nógvar næmingar inn, sum hann kann. Skúlin er vælvirkandi, og at tað er ein fyrinunur at koma úr vanliga umhvørvinum fyri at mennast og læra, heldur hon. Í 2017 søktu 51 inn til heilsuhjálpara, og 34 vórðu tikin inn. Í 2018 søktu 44, og 38 fingu pláss. Á Heilsurøktaraútbúgvginini søktu 36 inn í 2017, og einans18 sluppu inn, og í 2018 vildu 25 sleppa at lesa til heilsurøktara, og 18 fingu pláss. Talið av plássum til starvsvenjing ger av, hvussu nógvar næmingar Heilsuskúlin tekur inn, sigur Jórun Petersen. Hon vísir á, at tað nyttar ikki at fáa nógvar umsøkjarar, um tað ikki eru starvsvenjingarpláss til tey, sum søkja. Tað er ein fløskuhálsur í heilsurøktaraútbúgvingini, har tað ikki eru nóg nógv starvsvenjingarpláss á sjúkrahúsøkinum, og hetta hevði ikki verið øðrvísi, um Heilsuskúlin lá í Havn, sigur Jórun Petersen. Tøl, sum Tórshavnar kommuna hevur fingið frá Heilsuskúlanum, vísa, at frá 2006 til 2015 hava lutfalsliga nógvir suðuroyingar tikið útbúgving á Heilsuskúlanum í mun til fólk aðra staðni frá. Á Heilsurøktaraútbúgvginini høvdu eitt nú 96 fólk úr Suðuroy tikið útbúgving sum heilsuhjálpari, meðan hetta talið fyri Suðurstreym var 57, 52 fyri Norðurstreymoy, 88 fyri Eysturoy og 55 fyri Norðoyggjar. Men leiðarin á Heilsuskúlanum vísir á, at miðalaldurin á skúlanum liggur beint yvir 30 ár. Jórun Petersen sigur, at tað eru nógvir næmingar við børnum, og hon heldur ikki, at skúlin missur ein bólk av ungum foreldrum, tí at skúlin liggur í Suðuroy. Hon vísir á, at skúlin er sera vælvirkandi, og at næmingarnir trívast væl. Hetta staðfesti kanning frá 2017 av trivnaðinum hjá næmingum á føroyskum miðnámskúlum eisini. Kanningin vísti, at trivnaðurin var best á Heilsuskúlanum. Eisini sigur Jórun, at næmingar eru ikki í Suðuroy allar 22 mánaðarnir, sum útbúgvingin varar. Tað eru løgd skúlaskeið 2 og 3 ferðir í útbúgvingini, sum eru millum 11 og 14 vikur. Hon heldur eisini, at trivnaðarkanningin váttar tað, sum skúlin hoyrir frá næmingunum. Tað er, at tey flestu meta, at tað er ein fyrimunur at flyta seg, tá tey taka útbúgving, tí tað gevur størstu menningina. Tað kann verða ein størri menning at flyta umhvørvi ella land, fyri so at venda aftur við bæði lívs og útbúgvingarroyndum, sigur hon. Tað verða 30 fleiri eldri yvir 80 um 10 ár, og tí mugu vit syrgja fyri, at vit hava so nógv fólk at arbeiða á økinum, sum yvirhøvur til ber, sigur Bergunn Kass. Hon heldur, at fleiri høvdu helst tikið eina heilsuhjálpara ella heilsurøktaraútbúgving, um Heilsuskúlin lá í meginøkinum, heldur enn í Suðuroy. Vit hava longu nú avbjóðingar at fáa starvsfólk til eldraøkið í Tórshavn. Okkum hevði dámað væl, at Mentamálaráðið eftirmetti skúlan í Suðoroy og í hvønn mun, tann íløgan er samfelagsgagnlig við atliti til kjarnuvælferðina, sigur Bergunn Kass og leggur afturat, at hon heldur, at fleiri fólk høvdu tikið útbúgving sum heilsuhjálpari ella heilsurøktari, um skúlin í Miðstaðarøkinum. Útbúgvingin telur mest. Hvar hon verður, er ein politiskur spurningur. Hjálparfólkafelagið hevur nú sagt sína hugsan um ætlaðu hjálparfólkaútbúgvingina. Flokkurin stendur at fáa góð 26 av atkvøðunum á ríkisdagsvalinum í september, samstundis sum hinir báðir stóru flokkarnir, svenski javnaðarflokkurin og borgarligi Moderatarna, standa til at missa nógvar atkvøður. Javnaðarflokkurin hevði eftir kanningini bert fingið sløk 22 , sum eru næstan 10 prosentstig færri enn á valinum fyri fýra árum síðani, og Moderatarna stenda til at fáa góð 17 , sum eisini er væl minni enn á seinasta vali. Joakim Ruist, sum starvast á universitetinum í Gøteborg, og sum kannar innflytaraviðurskifti, sigur tað ikki undra seg, um Svøríkisdemokratarnir fara at fáa minst triðjuhvørja atkvøðu á valinum í september. Hvørki svensku polittikararnir ella svensku miðlarnir vilja gera nakrar viðmerkingar til norsku kanningina, men finnast heldur at kanningini, sum ikki skal vera nóg neyv. Hesum vísir ein av stovnarunum av Sentio Research, Arve Østgaard, aftur. Hann sigur, at stovnurin ger kanningar í 22 londum, og tær hava verið sera neyvar eisini upp undir valini í Svøríki í 2010 og í 2014. Sviar eru sum heild misnøgdir við útlendingapolitikkin hjá stjórnini, tí har hevur verið nógvur ófriður og nógv dráp tey seinastu árini, og tað kann koma Svøríkisdemokratunum til góðar á valinum, halda eygleiðarar. Lutakast hevur júst verið, og B36 skal spæla í móti St Joseph í Gibraltar í Evropa League, meðan mótstøðuliðið hjá KÍ verður Birkirkara í Malta. Eg havi sjálvandi fingið vinfólk, havi lært meg føroyskt og ja, fingið upplivingar fyri lívið, sigur Merle Rupprecht, sum veruliga hevur trivist væl í Føroyum. Mær dámar væl tann føroyska matin, og yndismaturin er blivin blóðpannukøkur, sigur Merle Rupprecht, ið hevur búð hjá Katrini Patursson og hennara húski. Vit hava fingið ómetaliga nógv burturúr við at hava havt ein fremmandan persón búgvandi inni hjá okkum. Vit eru komnar so tætt hvørji aðrari, at eg í dag haldi meg eiga hana, sigur Katrin Patursson. Sambært lógini kunnu børn yngri enn 15 ár, ikki vera sett í arbeiði. Tó kunnu børn, sum eru fylt 13 ár, hava lættari arbeiði innan fyri nærri avmarkað sløg av arbeiði og eftir nærri ásettum treytum. Endamálið er at víðka sjónarhornið hjá teimum ungu, so tey kunnu læra meira um sítt meginland Evropa. Tað skrivar Europa komissiónin í tíðindaskrivi. Fyri at fáa hendur í ein ferðaseðil, skulu tey ungu búgva í einum av 28 londunum í ES, vera 18 ár, tað vil siga fødd millum 2. juli 1999 og 1. juli 2000 og kunna svara fimm spurningum um mentanararvin í Evropa og arbeiðið, sum ES ger fyri ung. Til ber at søkja um ein ferðaseðil á heimasíðuni hjá ungdómsportalinum hjá ES millum 12. juni og 26. juni, og tey, sum fáa ein ferðaseðil, skulu ferðast millum 9. juli og 30. september 2018. Leinkjan at søkja er her . Ein interrailferðaseðil gevur møguleikar fyri at ferðast í Evropa í 30 dagar í fýra ymsum londum við toki og í summum føri ferjum. Tað vil verða ein góður møguleiki hjá ungum at læra Evropa at kenna gjøgnum eina persónliga ferð og at fáa upplvinginar og royndir, sum tað ikki ber til at lesa seg til. Tað sigur Tibor Navracsics, ES kommisserur fyri útbúgvging, mentan og ung í tíðindaskrivi. Interrail var serliga væl umtókt frá 1970 unum til 1990 unum, men áhugin er minkaður støðugt í samband við, at flogferðaseðlaprísirnir eru lækkaðir. Í Danmark seldi DSB umleið 7000 interrailferðaseðlar í fjør og tað er nógv minni enn tær 27.000 ferðsseðlarnar, sum tey seldu í 1989. Ríkisfundurin millum løgmann, grønlendska landsstýrisformannin og Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharra, varð hildin í einum hjalli. Beinta Løwe gjørdi samrøðu við Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharra, millum annað um heimastýrislógina, sum nú hevur 70 ár á baki, eftir ríkisfundin í Leynum í dag. Tríggir útlendingar vóru farnir í hagan, ein teirra fór á glið við Rangháls, maðurin gleið einar 50 metrar, áðrenn hann fór útav niður í eitt gil. Á aðalfundinum hjá FIFA, sum er í Moskva í dag, fer Fótbóltssambandið at atkvøða fyri, at heimsmeistarakappingin í fótbólti í 2026 verður í USA, Meksiko og Kanada. Men verkætlanin hjá USA, Kanada og Meksiko sær ógviliga spennandi út, og fíggjarliga sær hon eisini gott út, sigur Christian Andreasen, forseti í Fótbóltssambandi Føroya, við FSF.fo. Tað heldur Føroya arbeiðsgevarafelag, nú uppskot um fimm tillagaðar kunngerðir um virksemi hjá tryggingarfeløgum hava verið til hoyringar. Tað heldur Arbeiðsgevarafelagið ikki vera neyðugt. Felagið dugir heldur ikki at síggja, at landsstýrið grundgevur fyri, at strangari reglur skulu galda í Føroyum enn í Danmark. Ikki fyrr enn fríggjadagin fer Fíggjarnevndin at viðgera fíggjarnevndarskjølini frá landsstýrinum. Nevndin fekk skjølini mánadagin, men forkvinnan í nevndini, Ruth Vang, hevur verið uttanlands. Mælt verður til í fíggjarnevndarskjalinum, at tær 300.000 krónur verða tiknar frá Gjaldstovuni, sum tolir at missa pengarnar, tí tað dregur út at seta samskipara til Keypsportalin, sigur Fíggjarmálaráðið. Tvey ferðafólk, sum komu við Norrønu til Havnar sunnukvøldið, vórðu tikin fyri at hava sløk fýra kilo av hashi í bilinum, tey høvdu við sær. Politiið metir, at hendan nøgdin hevði kunnað verið seld fyri eina millión krónur. Politiið kannar nú bæði málini. Tann, sum varð tikin fyri at royna at smugla sløk 300 gramm, skuldi til Danmarkar aftur sunnukvøldið við Norrønu. Hesar komandi fýra vikurnar, sum dystirnir í HM kappingini verða spældir, fara sjónvarspstøðir um allan heim at senda nógvar tímar av fótbólti. Hetta kemst av, at Kringvarpið hevur avtalur við bæði Danmarks Radio og TV 2, og hetta gevur møguleika fyri at velja og vraka millum dystir. Á hvørjum ári skulu avtalur gerast á nýggjum millum sjónvarpsrásirnar, og tí er tað eisini altíð ivasamt um rættindini hjá Kringvarpinum. Avtalurnar innibera eisini sokallað geografisk rættindi. Fyri stuttum komu so avtalur í lag við bæði Danmarks Radio og TV 2, og avtalurnar innibera eisini tað geografiska økið, sum er Føroyar. Tískil kann Kringvarpið samsenda allar dystir, sum Danmarks Radio og TV 2 vísa, sigur Barbara Samuelsen. Viðhvørt rakar tað bæði inn í Dagur og Viku, barnasjónvarp, kappróðrar og guðstænastur, og tá má man so hyggja at hvørjum einstøkum føri og meta um, hvussu spennandi fótbóltsdystirnir eru, sigur hon. Fyrsti dysturin á skránni í hesari HM kappingini er dysturin millum Russland og Saudi Arabia. Hann verður hósdagin 14. juni klokkan 16. Súni Schwartz Jacobsen er statsautoriseraður grannskoðari og var stjóri á Spekt frá 1996 til 2006, tá hann bleiv stjóri í Føroya Banka. Í 2011 bleiv hann stjóri í Eik, har hann var til í fjørheyst. Síðani hevur hann verið í starvi hjá J. og K. Petersen. Stutt eftir, at ein løgfrøðilig kanning av skattamálinum mælti til at lata løgregluna kanna, um bankin hevði brotið lógina, boðaði Súni Schwartz Jacobsen frá, at hann fór úr starvinum, tí nógva umrøðan ikki gagnaði Betri samtakinum. Tær kanningarnar eru ikki lidnar enn. Við Súna Schwartz Jacobsen fer NUMO nú at hava tveir statsautoriseraðar grannskoðarar og tríggjar skrásettar. Við honum fer NUMO nú at hava tveir statsautoriseraðar grannskoðarar og tríggjar skrásettar. Vøkstur er í øllum sýslum uttan Sandoyar sýslu. Eysturoyar sýsla veksur lutfalsliga skjótast, og næststørsti vøksturin er í Suðurstreymoyar sýslu uttan fyri Tórshavnar økið. Sambært Hagstovuni skulu vit heilt aftur til 1980 fyri at finna so lágt fráflytaratal, sum tey 1.143, ið fluttu av landinum farna 12 mánaðarskeiðið. Vit eru noydd at veitra farvæl til landsliðsvenjaran. Vit ynskja honum bestu eydnu. Tey úrslit, sum Spania fer at røkka í hesum endaspælinum, eigur hann sín lut í, sigur forsetin Luis Rubiales. Uppsøgnin verður mett sum ein beinleiðis avleiðing av, at Julen Lopetegui í gjár varð settur sum høvuðsvenjari í spanska stórfelagnum Real Madrid, har hann tekur við eftir Zinedine Zidane. Fyrst bórust tíðindini um, at partarnir vóru samdir um at fara hvør til sítt eftir HM endaspælið, men í nátt hevur spanska fótbóltssambandið broytt avgerð og koyra tí venjaran beinanvegin. Tíðindafundurin í dag varð útsettur fleiri ferðir sum skilst tí at fleiri av spælarunum á spanska landsliðnum til tað seinasta royndu at sannføra fótbóltssambandið um at halda fast í Lopetegui. Julen Lopetegui tók við sum spanskur landsliðsvenjari eftir Vicente del Bosque í 2016. Síðani hann tók við, hevur Spania ikki tapt ein tann einasta dyst. Ítróttarstjórin hjá spanska landsliðnum, Fernando Hierro, og U21 landsliðsvenjarin Albert Celades, eru í løtuni bestu boð upp á ein fyribilsvenjara. Í sambandi við serritgerðina hjá Barbaru Hilduberg á Kunstakademiets Designskole í Keypmannahavn, hevur hon seinastu mánaðirnar arbeitt við hugtakinum Side by Side. Ritgerðin er gjørd í samstarv við Føroya Barnaheim, og snýr seg í høvuðsheitum um at byggja brýr og skapa betri tilknýti ímillum Barnaheimið og lokala umhvørvið. Ein nevnd skal nú gera uppskot um, hvussu ferðavinnan skal skipast betur og gera tilmæli um, hvørt landið skal skipa eina sentrala gjaldskipan. Tað sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, nú fleiri hagastýri í hvør sínum lagi ætla at taka pengar frá fólki, sum ganga í haganum. Hagastýrið fyri Nípuhaga hevur boðað frá, at tað hevur ásett, at gangast einans kann í haganum frá klokkan 7 á morgni til klokkan 7 á kvøldi, men hagin ætlar einans at taka gjald frá bólkum og ikki frá einstaklingum og skúlaflokkum. Jóhan Pauli Helgason, leiðari á menningardeildini hjá Visit Faroe Islands, segði við útvarpið fríggjadagin, at hann hevði biðið um fund við landsstýrið, nú fleiri hagastýri eru farin ella hava ætlanir um at krevja pengar frá fólki, ið ganga í haganum ella eitt nú krevja, at tey hava ferðaleiðara við sær. Johan Pauli Helgason heldur, at tað er óheppið, at fleiri ymiskar gjaldsskipanir eru kring landið, og tí má innkrevjingin samskipast. Og tað arbeiðið er í gongd, sigur Poul Michelsen. Ein nevnd hevur í eina tíð arbeitt við at skipa ferðavinnuna. Hendan nevndin skal arbeiða skjótt og koma við tilmælum um, hvørt ein sentral gjaldsskipan skal gerast. Tað er ikki bara landsstýrismaðurin í vinnumálum, sum arbeiðir við málinum, men eisini Fiskimálaráðið og Heilsu og innlendismálaráðið. Landsstýrið hevur havt fleiri fundir um avbjóðingarnar, sum standast av vaksandi ferðavinnuni, men nú fleiri hagastýri í hvør sínum lagi eru farin at krevja pengar frá fólki, er málið vorðið meira átrokandi, sigur Høgni Hoydal landsstýrismaður í landbúnaðarmálum í stuttari viðmerking. Fyribils niðurstøðan er, at lóggávan er so gomul og ótíðarhóskandi og sigur so lítið um tær avbjóðingar, sum ferðavinnan hevur við sær, at neyðugt helst er at dagføra lóggávuna fyri at kunna regulera økið við lóg. Fundur var í gjár millum Sirið Stenberg og Kommunufelagið, og nevndin skal mannast fyri summarfrítíðina, sigur Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum. Men ikki er ásett, nær nevndin skal verða liðug. Kommunurnar skuldu samstundis verða loystar frá fíggjarligu skyldum sínum, og kommunurnar skuldu endurrinda landinum útreiðslurnar, sum tær høvdu. Tiltakið er komið í lag sum eitt samstarv millum Tórshavnar musikkskúla og allar skúlar í kommununi. 2 lærarar frá musikkskúlanum hava vitjað 1. flokkar og sungið saman við teimum einaferð um vikuna í 6 7 vikur. Tað eru sangir einir 10 í tali , tey hava lært, sum tey syngja á konsertunum. Ein tónleikabólkur mannaður við musikkskúlalærarum fer at spæla undir. Barnaútvarpið var við, tá ið tey vandu til konsertina. Gyðja og Jóhanna greiða frá. Í hesum partinum skifta vit orð við FSF aðaskrivaran Virgar Hvidbro, ítróttargranskaran Magna Mohr, programleiðaran í KVF og Barbaru Samuelsen. Vit hoyra, hvussu gekst Føroyum í undankappingini til HM endaspælið í Russlandi, og vit spyrja landsliðsvenjaran Lars Olsen og pallborðið, sum Eli Hentze, Sigfríður Clementsen og Jóannes Jakobsen manna, hvat slag av fótbólti, vit kunnu vænta at síggja í Russlandi. Vit gera eitt legg í HM søguna og frætta um enska úrmælingin Paul Gascoigne, sum var stjørnan í HM 1990, og til enda gjøgnumganga vit bólk A. Eisini spyrja vit FSF aðalskrivaran, hví Føroyar ikki spæla vinardystir longur, og vit gera serstøk Danmark og Íslands temu og skifta millum annað orð við HB venjaran Heimir Guðjónsson. Vit gera trý serstøk temu eitt um brasilskan fótbólt, eitt um Týskland, og eitt um Svøríki, og vit skifta orð við svenska venjaran hjá felagsliðnum í Suðuroy, Glenn St hl. Vit fáa pallborðið at meta um, hvør vinnur HM, og vit enda við serstakari sending um túrin hjá føroyska fótbóltslandsliðnum í Moskva í 2001, tá ið Føroyar skuldu spæla HM dyst móti Russlandi. Uppsøgnin verður mett sum ein beinleiðis avleiðing av, at Julen Lopetegui í gjár varð settur sum høvuðsvenjari í spanska stórfelagnum Real Madrid, har hann tekur við eftir Zinedine Zidane. Fyrst bórust tíðindini um, at partarnir vóru samdir um at fara hvør til sítt eftir HM endaspælið, men í nátt hevur spanska fótbóltssambandið broytt avgerð og koyra tí venjaran beinanvegin. Julen Lopetegui tók við sum spanskur landsliðsvenjari eftir Vicente del Bosque í 2016. Síðani hann tók við, hevur Spania ikki tapt ein tann einasta dyst. Gamla verjukempan á spanska landsliðnum og Real Madrid liðnum tann nú 50 ára gamli Fernando Hierro tekur í dag yvir sum venjari hjá spanska landsliðnum. Hann hevur verið ítróttarstjóri hjá spanska landsliðnum og hevur annars royndir sum venjari í felagnum Oviedo og hjálparvenjari hjá Real Madrid. Inntøkusíðan var betri enn mett. Kommunan hevði eina meirinntøku í mun til ætlanina uppá 7,8 milliónir krónur og øktar skattainntøkur samanborið við 2016 upp á 12,2 milliónir krónur. Raksturin hevur seinastu trý árini ligið millum 68,5 milliónir og 73,4 milliónir krónur. Í 2017 varð samlaði raksturin 70,3 milliónir krónur. Hetta er 3,1 milliónir lægri enn í 2016. Á løgusíðuni hevur kommunan brúkt 14,0 milliónir krónur minni enn ætlað. Gjørdar løgur eru í høvuðsheitum avmarkaðar til umbygging av heiminum á Sýnuni og í byggibúning til bústaðir. Tølini í ICES tilmælinum eru jalig, skilt á tann hátt, tí í fjør fiskaðu føroysk skip bara góð 5000 tons av toski og góð 300 tons av hýsu á landgrunninum. Fyri umleið trimum vikum síðani raktu arbeiðsmenn í Eysturoyartunlinum brádliga við heitt vatn Tofta megin rundkoyringina. Økið, har rúkandi vatnið er funnið, er áleið 425 metrar frá rundkoyringini ímóti Rókini. Okkurt bendir á, at tað er ein heit kelda, sum er funnin í Eysturoyartunlinun, og sum vónandi kann svara, hvaðani heita vatnið í Kollafirði stavar, og um hetta heita vatnið kann nýtast sum orka. Jarfrøðingarnar á Jarðfeingi fara í næstum at almannakunngera eina frágreiðing um, hvar heita vatnið í Kollafirði kemur frá, og hvussu tað ferðast. Keldan í Eysturoyartunlinum kann møguliga vátta eina hypotesu, sum jarðfrøðingarnar hava um, at heita vatnið í Kollafirði kemur frá einari langari rivu, sum gongur hvørtur um fleiri oyggjar. Leysligar metingar hjá Jarðfeingið vísa, at orka er í heita vatninum í Kollafirði til at hita 150 vanlig sethús, um ein hitapumpuskipan verður nýtt. Sum nú er, rennur vatnið á sjógv. Ferðafólkatalið veksur, og tað merkist eisini í býarbussunum í Tórshavnar Kommunu. Tað sigur Bogi Andreasen, formaður í Vinnunevndini í Tórshavnar Kommunu. Tað er ein trupulleiki, serliga um summarið, at bussarnir er fullir av ferðafólki og borgarin, sum annars rindar fyri bussleiðina, ikki sleppur við, sigur Bogi Andreasen. Ein liður í ferðavinnupolitikkinum hjá Tórshavnar kommunu, sum varð viðtikin fyri jól í fjør, er at fáa eitt borgarakort til allar borgarar í kommununi. Vit eru í gongd við at kanna, hvussu tað kann rigga. Tað er soleiðis, at hvør einstakur borgari í Tórshavnar kommunu fær eitt kort ella okkurt á sína smartphone, sigur formaðurin í Vinnunevndini í Tórshavnar kommunu. Tað gongur eisini út yvir aðrar vinnur, at vit hava ókeypis bussleiðis eitt nú taxavinnuna. Heldur enn at gjalda fyri ein taxabil, so fara ferðafólkini í bussin, sigur Bogi Andreasen, sum væntar, at borgarakortið kann vera við til, at ferðafólkini leggja fleiri pengar eftir sær, tá tey vitja í Havnini. Kommunurnar skriva í álitinum, at avbjóðingarnar eru nógvar í Suðuoynni. Fólkasamansetingin er skeiklað og fólkatalið minkar skjótt. Vinnulívið, ið einaferð blómaði í Suðuroynni, hevur seinastu árini eisini staði í minking. Tí má okkurt henda skjótt, um ikki oyggin skal koma í eina støðu, har tað er ov seint at venda gongdini. Tí hava kommunurnar saman skriva eitt álit, ið inniheldur nøkur átøk, ið tey meta verða neyðug fyri at loysa knútin. Størv skulu setast á stovn, ið eru málrættaði til fólk við høgari útbúgving. Satsast skal eisini uppá ferðavinnuna, ið er tann stóra vinnan í vøkstri í løtuni. Tað er ikki ein uppgáva, ið kommunurnar skulu lyfta einsamallar, tí landið skal eisini hjálpa til. Landið hevur eina ábyrgd at tryggja, at øll økini í landinum eru javnsett og tí eigur landið eisini eina ábyrgd av trupulleikunum í Suðuroy. Tað er greitt, eftir at B36 vann stórsigur móti Suðringum í seinnu hálvfinaluni, sum varð spæld við Stórá í Trongisvágsfirði seinnapartin. Ársrættindi at veiða botnfisk í norskum sjógvi fóru fyri 3,10 krónur. Ársrættindi í Russlandi fyri 1,82 og ársrættindi fyri at veiða botnfisk við Svaldbard fóru fyri 1,83 krónur. Sendingarnar, sum tá vóru tíggju í tali, eru nú settar saman til tríggjar og hesaferð hoyra vit Jensinu Simonsen Tausen , Tórshavn, Jan Gardar, Klaksvík, Magnar Næs, Hvalba og Bára Hansen, Tórshavn. ICES, sum er altjóða havgranskingarstovnurin, mælir til, at tað ikki verða fiskað meira enn 674.678 tons av toski í Barentshavinum í 2019. Stóru kvoturnar seinastu árini byggja á árgangirnar 2004 og 2005. Men seinni er minni komið undan, og tað sæst nú aftur í tilmælinum hjá ICES. Eisini hýsukvotan í Barentshavinum skal minka, sigur ICES. Hon skal úr góðum 200.000 tonsum í ár niður í góð 150.000 tons næsta ár. Síðani síðst í marsmánaða eru meira enn 120 fólk dripin í hørðum samanbrestum millum ísraelskar hermenn og palestinar, sum mótmæltu á markinum millum Ísrael og Gasa. Meginparturin av teimum dripnu høvdu eingi vápn. Palestinar bóðu um skundfund í ST aðalráðnum, har ikki ber til at brúka veto rættin, eftir at USA 1. juni nýtti veto rætt sín móti eini samtykt um Gasa í ST trygdarráðnum. Amerikanski ST sendiharrin, Nikki Haley, skýrdi samtyktina at vera grovt parthalla, tí funnist verður bara at Ísrael. Hon finst eisini at samtyktini, tí Hamas verður ikki nevnt í henni, og USA sigur, at Hamas er upprunin til harðskapin, skrivar Ritzau. Tað boðaði altjóða stovnurin móti kemiskum vápnum, OPCW, frá í frágreiðing í gjár. OPCW sigur einki um, hvør hevur ábyrgdina av álopunum, og Sýria noktar at hava brúkt kemisk vápn. Hetta er seinasta í eini røð av frágreiðingum frá eftirlitsstovninum, sum váttar, at kemisk vápn hava verið brúkt í borgarakrígnum í Sýria. OPCW kannar eisini eitt álop 17. apríl í ár, har illgruni er um, at kemisk vápn vórðu brúkt. Tað var álopið í Douma nær Damaskus, sum fekk USA, Frakland og Bretland at svara aftur við rakettálopum. Magni Laksafoss, Thormann Kruse og Torkil Zachariassen hava seinastu tíðina brúkt nógva frítíð at skráseta holur og gjáir í Føroyum. 621 holur eru higartil skrásettar, men umleið 200 eru eftir, sigur Magni Laksafoss við morgunsendingina. Klæmintsgjógv, saman við Húsagjógv og Trongugjógv við sínum 348.000 rúmmetrunum og Munkastovan við sínum 260.000 rúmmetrunum eru størri, enn í dag skrásetta heimsins størsta gjógv, Rikoriko, sum liggur í Nýsælandi, við sínum 220.000 rúmmetrunum. Tað segði hann á tíðindafundi í gjárkvøldið, har hann eisini grundgav fyri, at navnabroytingin er í stríð við makedonsku grundlógina. Útlitini fyri at Makedonia kann gerast limur í ES ella í Nato, fáa hann heldur ikki til at broyta støðu viðvíkjandi navnabroytingini, segði Gjorge Ivanon, forseti í Makedonia. Eg broyti ikki hugsan, og eg slaki ikki fyri nøkrum slagi av trýsti ella hóttanum. Eg fari hvørki at stuðla ella skriva undir slíka skaðiliga avtalu, segði Gjorge Ivanon, sambært Reuters tíðindastovuni. Sostatt kann hann sum meginregla steðga avtaluni, sum Soran Saev, forsætisráðharri, og grikski forsætisráðharrin, Alexis Tsipras, gjørdu í gjár. Bloomberg skrivar tó, at Gjorge Ivanov, forseti, fyrr hevur nýtt vetorætt sín móti sitandi stjórn, men ein mállóg, sum forsetin nýtti vetorættin ímóti tvær ferðir, varð kortini samtykt. Sambært The Independent, skulu uttanríkisráðharrin í Makedonia og í Grikkalandi skriva undir avtaluna nú í vikuskiftinum, og síðani skal parlamentið góðkenna hana. Eftir hetta skal forsetin skriva undir hana. Vil hann ikki tað, skal hon aftur leggjast fyri parlamentið. Verður avtalan samtykt fyri aðru ferð, kann hon verða góðkend við ella uttan undirskrift frá forsetanum. Umframt dupultviðgerðina í parlamentinum skal makedonski forsætisráðharrin vinna á tveimum forðingum afturat, um navnabroytingin skal gerast veruleiki, skrivar Bloomberg. Fyrst skal fólkið atkvøða um uppskotið. Er meiriluti fyri broytingini, so skulu tveir triðingar av makedonska parlamentinum samtykkja broytingina í grundlógini og tað krevur stuðul frá andstøðuni. Grikkaland hevur higartil verið ímóti, at Makedonia verður limur í Nato og ES, tí fyrrverðandi partlýðveldið Jugoslavia deilir navn við ein landspart í Grikkalandi. ES og Nato eru tilreiðar at taka ímóti lýðveldinum NorðurMakedonia, sum hevur tvær milliónir íbúgvar. ES og Nato eru tilreiðar at fara undir upptøku samráðingar longu í summar, skrivar dr. Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, handaði í gjár Elsu Poulsen, leiðara á Visit Norðoy, Gamlagarð, gistingarhúsið í Svínoy, at umsita fyri kommununa. Fyrsta almenna tiltak í Gamlagarði verður ókeypis morgunmatur klokkan níggju leygarmorgunin. Síðani verður aðalfundurin hjá Útoyggjafelagnum har klokkan hálvgum ellivu. Fyri høli, sum kommunurnar eiga, leigar landið fyri miðalprís, sum Kommunufelagið og Heilsu og Innlendismálaráðið verða samd um, stendur í uppritinum. Verandi býti millum land og kommunur er, at landið rindar samsýningina til kommunulæknarnar, og kommunurnar rinda fyri viðtaluhøli, útgerð og bústað til læknaavloysarar. Nevndin skal mannast fyri summarfrítíðina, sigur Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum. Men ikki er ásett, nær nevndin skal verða liðug. Sambært tølum, sum Útvarpið hevur, kostaði kommunulæknaskipanin kommununum góðar 66 milliónir krónur í rakstri árini 2011 2016 og 19,5 milliónir krónur í íløgum. Maria Nielsdóttir, sum starvast á umhvørvisdeildini hjá Tórshavnar kommunu, kom við hugskotinum, eftir at hava verið á ferð í Sveits, har tey hava royndir við leikasøvnum. Morgunsendingin hevur verið og vitjað leikasavnið og tosa við Mariu Nielsdóttir, frá umhvørvisdeildini hjá Tórshavnar kommunu, Maluna Hilmarsdóttir, bókavørð og Turið Horn forkvinna í Náttúru og Umhvørvisdeildini hjá Tórshavnar kommunu. Ivan Eginsson Eysturland vitjar javnan í Uruguay og fyri fýra árum síðan var hann í sjónvarpslýsingum í Uruguay og gjørdist tá landskendur. Tað eru ikki hóttanirnar, ella keðiligu uppringingarnar, sum hava fingið meg at hugsa um støðuna sum ummælari. Tað hevur verið stuttligt og gevandi, sigur Niels Uni Dam, sum hevur ummælt tónleik í samfull 28 ár. Nú mugu onnur sleppa framat. Men, leggur Niels Uni afturat, kanska verður okkurt ummæli at síggja í einum bloggi onkutíð. Tað hevur amerikanski uttanríkisráðharrin, Mike Pompeo sagt á felags tíðindafundi í Seoul, har suðurkoreanski og japanski uttanríkisráðharrin eisini vóru. Útsøgnin hjá Pompeo kemur eftir atfinningar um, at avtalan millum USA og Norðurkorea einki sigur um, hvussu Norðurkorea skal burturbeina sín kjarnorkuvápnaútbúnað og heldur einki sigur um, hvør skal hava eftirlit, at tað yvirhøvur verður gjørt. BBC skrivar, at Pompeo fór til Seoul fyri at kunna og sissa tey sameindu londini í landssynnings asia, tí tað kom óvart á, at amerikanski forsetin brádliga kunngjørdi, at hann steðgar felags hernaðarligu venjingunum, sum USA og Suðurkorea hava havt í mong harrans ár. Eftir toppfundin millum Donald Trump og Kim Jung un segði amerikanski forsetin, at revsitiltøkini vera verðandi í gildi, til kjarnorkuvápini ikki longur eru ein faktorur , men ógreitt er, hvat forsetin í roynd og veru meinti við, skrivar BBC. Eg gleði meg til einaferð at seta tey úr gildi, og tey verða sett úr gildi, tá vit vita, at vit eru á veg, segði Donald Trump á tíðindafundinum týsdagin. Tað sigur Søren Pape, løgmálaráðharri, nú ábendingar eru um, at sonevnda Tibet málið ikki er einasta málið, har danska løgreglan helst hevur forðað fólki í at brúka sín demokratiska rætt at mótmæla. Danmarks Radio skrivar, at eini sonevnd taktisk boð frá Keypmannahavnar Politiið í 2011 hava gjørt, at løgmálaráðharrin nú víðkar arbeiðssetningin hjá Tibet kanningarnevndini til eisini at fevna um vitjanir úr Kina til Danmarkar frá 1995. Taktisku boðini seta spurnartekn við, hvussu politiið ætlaði at handfara møgulig mótmæli undir umrøddu vitjanini. Eisini veit Løgmálaráðið frá fjølmiðlum, at spurnartekin eisini verða sett við løgregluna viðvíkjandi almennum vitjanum úr Kina í 1995 og 2002, stendur í tíðindaskrivi frá Løgmálaráðnum. Tibet málið er frammanundan ein gøla. Og nú vísir tað seg kanska at stinga djúpri. Vit kunnu ikki støðga arbeiðinum, fyrr enn vit hava vent hvørjum steini, so álitið á okkara løgreglu kann endurreisast, sigur Søren Pape Poulsen, løgmálaráðharri. Vinnan legði trýst á Fiskimálaráðið um at broyta treytina um føroyskan kaikant, tí móttøkuorkan í Føroyum var avmarkað, og nógvur svartkjaftur var at fáa. Í morgin fellur væntandi dómur í sonevnda øksamálinum. Tað veldst um, hvussu langa tíð nevningarnir skulu brúka til at umrøða málið. Í morgin byrjar rættarfundurin við, at dómarin kunnar nevningarnar um teirra uppgávu, nú sjálv viðgerðin í rættinum er av, sonevnda rættarlæringin. Tá tað er av, fara nevingarnir fyri seg. Teir skulu so taka støðu til, um teir báðir menninir eru sekir í ákærunum, sum eru reistar ímóti teimum. Nevningarnir skulu einsamallir taka avgerðina, men dómarin verður til staðar, um teir hava eitthvørt at spyrja um. Annars skal dómarin ikki verða við í sjálvari viðgerðini hjá nevningunum. Tá nevningarnir eru lidnir við sína viðgerð og komnir til eina niðurstøðu, verður rættarfundurin tikin uppaftur, og úrslitið hjá nevningunum verður kunngjørt fyri rættinum.Tá úrslitið er greitt, skal sjálv revsingin ásetast. Tá fáa bæði ákæri og verjarnir orðið aftur, og teir skulu grundgeva fyri, hvør revsingin skal vera. M.a. verður okkurt vitni avhoyrt undir tí viðgerðini. Síðani vórðu nógv vitni avhoyrd, og í gjár var sjálv dómsviðgerðin, har ákærin og verjarnir grundgóvu fyri, hvør revsingin skal vera. Ákærin krevur harða revsing, meðan verjin hjá øðrum av teimum ákærdu krevur revsing, sum í mesta lagi er eftir grein 245 í revsilógini, sum kann geva upp í 6 ára fongsul. Verjin hjá hinum ákærda manninum krevur frídøming. Nú endaspælið í heimsmeistara kappingini í fótbólti fyri manslandslið er í Russlandi í døgunum frá 14. juni til 15. juli frætta vit hvønn dag eftir høvuðstíðindasendingina á middegi nýggjastu HM tíðindini. Suni Merkistein leggur til rættis. Av klagunum, sum vórðu avgreiddar, endaðu 11 við áliti, 33 klagur endaðu við einari aðrari viðgerð enn áliti, meðan 12 klagur vórðu avvístar. Eg var á netinum og kundi taka eina Mensa roynd til stuttleika. Tað gekk ordiliga væl, og so sá eg tilvildarliga á heimasíðuni hjá Mensa, at tey høvdu eina roynd í Havn, so eg hugsaði, at eg skuldi royna at vita, hvat hetta var fyri nakað. Eg skuldi avlesa ymsar linjur og ymisk skap, og mær dámar væl støddfrøði, so tað fall mær hampiliga lætt, sigur Sámal Kristiansson. Pappírið kann ikki brúkast til nakað serligt, men mann kann so melda seg til Mensa felagsskapin, og har er alt møguligt. Tey skipa fyri ymiskum kvøldum og so framvegis, men her í Føroyum eru ikki so nógvir limir, so har hendir ikki tað stóra, sigur Sámal Kristiansson. Hetta er liður í trygdarviðurskiftunum á arbeiðsplássunum hjá byggifelagnum Articon, siga Evelyn Gaard, HTU leiðari hjá Articon og Sunnvard Andreasen, verkætlanarleiðari. Tað er á arbeiðsplássinum hjá Articon uppi á Sundi at talvan telur og er komin uppá 420, men dagar verða eisini taldir á hinum arbeiðsplássunum hjá Articon. Johnny í Grótinum fer frá sum stjóri í Kringvarpinum. Hesum boðar formaðurin í kringvarpsstýrinum, Rúni Heinesen, frá í kvøld. Í tíðindaskrivi sigur stýrisformaðurin soleiðis Í dag hava Johnny í Grótinum og Kringvarpsstýrið gjørt avtalu um, at Johnny fer úr starvinum sum kringvarpsstjóri. Báðir partar eru samdir um, at tað er frægast fyri stovnin, at samstarvið partanna millum endar nú. Inntil nýggjur stjóri er settur hevur Kringvarpsstýrið gjørt av at lata Kára Sólstein, starvsfólkaumboð í Kringvarpsstýrinum, røkja stjórastarvið. Forstjórin í sjúkrahúsverkinum, Jóanis Erik Køtlum, sum eisini er stjóri á Landssjúkrahúsinum, eftirlýsir betri samskifti við politiska myndugleikan um, hvat tænastustigið á sjúkrahúsunum skal vera. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, sum var gestur í Degi og Viku í kvøld, sigur, at tað er sera torført at meta um tørvin á fíggjarlógini til sjúkrahúsverkið. Uttanríkisnevndin hjá fólkatinginum spyr fyri Nick Hækkerup, fólkatingsmann hjá sosialdemokratunum, hvat danska stjórnin veit um hesa møguligu avtaluna. Hann spyr, hvat stjórnin heldur um tílíka møguliga avtalu, og hvussu hon samsvarar við altjóða handilstiltøkini móti Russlandi, sum ES og Danmark taka undir við. Men í mai tóku Føroyar eitt stig afturat í royndini at fáa fríhandilssáttmála við Russland og við Kasakstan, Hvítarussland, Armenia og Kirgistan. Í avtaluni við Føroyar stendur, at partarnir eru samdir um miðvíst at arbeiða saman og styrkja handilsligu og búskaparligu bondini millum londini. Hon er týðandi stig á leiðini at fáa handilsviðurskiftini millum Føroyar og londini í EABS í fasta legu, og fer væntandi at slóða fyri, at fríhandilssáttmáli millum Føroyar, Russland, Kasakstan, Hvítarussland og Kirgistan gerst veruleiki, segði hann. Hendan avtalan, sum skal undirskrivast seinni í summar, hevur vakt ans í Danmark. Hon er nú endað á borðinum hjá uttanríkisráðharranum. Bert fáar minuttir undan fyrsta bríksli í fyrsta HM dystinum í gjár, varð bretski, Peter Tatchell, sum er aktivistur fyri LGBT handtikin á Reyða torginum í Moskva. Tað skrivar Reuters. Peter Tachell er kendur aktivistur, og hann plagar at brúka ógvusligar mátar fyri at gera vart við sín boðskap. Men í gjár stóð hann pinna stillur við eini plakat í hondini, sum skuldsetur Putin fyri ikki at gera nakað við, at samkynd í Tjetjenia verða forfylgd. Russiskir myndugleikar og løgregla gera ov lítið fyri at berja niður víðgongdu bólkarnar, sum leypa á LGBT fólk og fremja harðskap og eyðmýkja tey, segði Tatchell áðrenn løgreglan koyrdi avstað við honum. Tatchel hevur verið í Russlandi fleiri ferð. Í 2007 fekk hann heilaskaða, eftir at russiskir nýnazistar lupu á hann, skrivar The Independent. Ósemjan vísir, hvussu veikt samstarvið millum týsku flokkarnar, CDU og CSU, í veruleikanum er. Tað vil siga samstarvið millum Merkel og Kristiligu Demokratarnar øðrumegin, og CSU hinumegin. Horst Seehofer, sum er formaður í CSU, vil geva løgregluni víðari heimildir at senda asyl umsøkjarar við týska markið avstað aftur, sum hava søkt um friðskjól í einum øðrum evropiskum landi ella sum ikki hava pass. Uttan CSU hevur týska stjórnin mist meirilutan í parlamentinum, men Kristiligi systurflokkurin kann fáa meiriluta saman við týska javnaðarflokkinum, SPD. Rúni Heinesen, formaður í Kringvarpsstýrinum, vil einki siga um fráfaringaravtaluna, Tað er millum okkum og Johnny í Grótinum, sigur Rúni Heinesen. Til nýggjur stjóri er settur, hevur Kringvarpsstýrið heitt á Kára Sólstein, starvsfólkaumboð í Kringvarpsstýrinum, um at røkja stjórastarvið. Undir hesi yvirskriftini skrivar Sunda kommuna, at semja er gjørd við bóndurnir, sum sjálvir fara at skipa ferðavinnutilboð í bygdini. Fundur var mikudagin millum partarnar um, hvussu umstrídda ferðavinnan í Saksun skal skipast, og kommunan skrivar, at bóndurnir ynskja sjálvir at menna ferðavinnutilboð inni á síni festijørð, og kommunan virðir teirra avgerð, sum er í tráð við ferðavinnupolitikkin hjá kommununi. Tað, at bóndurnir í Saksun nú miðvíst fara at arbeiða við at skapa ferðavinnutilboð í bygdini, er sera hugagott og kommunan fegnast um at tey lokalu í bygdini ynskja at bjóða seg fram í ferðavinnu, sigur Sunda kommuna á heimasíðu síni. Landssjúkrahúsið hevur tørv á 21 milliónum fyri at fáa játtanina at hanga saman, men nakað av peninginum er funnin við sparingum, og tí er tørvur á 10 milliónum í eykajáttan. Tað eru serliga læknakonsulentar, ið tyngja játtanina hjá Landssjúkrahúsinum. Landssjúkrahúsið hevur brúkt 10 milliónir til konsulentar. Nevndin skal eisini viðgera umbøn um 300.000 í eykajáttan til semingsstovnin. Peningurin skal brúkast til advokathjálp, Fasta Gerðarrættin og annað, nú so nógvar samráðingar hava verið í ár. Kl. 16 bjóðar leiðarin fyri høllina, Jens Petur Brattalíð, vælkomin. Síðani flyta Anna B. Samuelsen, forkvinna í Vágs Ítróttarráð, og Dennis Holm, borgarstjóri, fram røður. Og eftir hetta fer ein gamal VB ari alment at taka Marghøllina í Vági í nýtslu. Statsadvokaturin í New York fer at stevna Trump Grunnin, Donald Trump sjálvan og eisini børn hansara fyri víðfevnd og støðug lógarbrot. BBC endurgevur Barbaru Underwood, statsákæra, fyri at siga, at Trump grunnurin, sum er vælgerðargrunnur, hevur verið uppi í ólógligari politiskari samskipan , sum hevði til endamáls at ávirka forsetavalið í 2016. Í fráboðan sigur statsákærin, at Donald Trump ólógliga hevur givið grunni sínum boð um at lata sær stuðul við at brúka navni á grunninum og pening, sum grunnnurin hevði savnað saman. Statsákærin vil vera við, at grunnurin rindaði fleiri 100.000 dollarar fyri at gera semjur í løgfrøðiligum trætumálum um hansara klubbar, umframt at 10.000 dollarar vórðu brúktir til at keypa málning av Trump, sum skuldi hanga í einum øðrum av hansara klubbum. Málningakeypið er, sambært ákæranum, eitt dømi av í minsta lagi fimm handlum hjá Trump við seg sjálvan, og sum eru brot á skattalógina um almannagagnligar vælgerðargrunnar. Hann skrivar, at skitnir demokratar úr New York gera alt, teir eru mentir, fyri at rættarsøkja meg um ein grunn, sum hevur latið meira til vælgerandi endamál, enn grunnurin hevur fingið inn. Eg geri IKKI semju í hesum málinum , skrivar Donald Trump forseti á twitter. Í stevningini krevur statsadvokaturin, at bann verður sett fyri, at Donald Trump skal kunna vera stjóri í nøkrum almannagagnligum grunni í New York í 10 ár, og at børn hansara fáa líknandi bann sett, tó bara galdandi í eitt ár. Ritan siglir bara fyrsta túrin eftir vanligu ferðaætlanini í morgin tíðliga. Tá fer hon eisini í Fuglaoynna, sum verður einasta ferðin hagar í morgin. Annars siglir hon til í minsta lagi til klokkan hálvgum tvey sunnunáttina, ella so leingi fólk eru, sum skulu við, upplýsir Strandfaraskip Landsins. Strandfaraskip Landsins siga, at ferðaseðilin kostar 100 krónut fyri vaksin og 50 krónut fyri børn, sum eru tiggju ár ella yngri, meðan Útoyggjastevnan er. Edla Olsen kom at geva einum búfólki á einum sambýli skeivan heilivág. Í tríggjar dagar hevði búfólkið tað vánaligt, men so gekk betur. Men ikki hjá Edlu, tí tá byrjaði hennara innara stríð, tí hon óttaðist fyri, at hon aftur kundi koma at gera eitt mistak. Hon royndi at siga tað við leiðara og við fleiri kommunulæknar, men ongin lurtaði og gav henni gætur. Ikki fyrrenn ein segði við hana, at hon mátti fyrigeva sær sjálvari tá glapp. Kommunan fær nú hjálp frá privatum at loysa parkeringstrupulleikan í Havn. Privat átøk hava bjóða seg fram at gera stór parkeringspláss í Havnini, sambært heimasíðuni in.fo. Jákup Dam, býráðslimur í Tórshavnar kommunu og formaður í Teknisku nevnd, sigur, at tað er ein áhugi frá privatum at gera parkeringspláss í Havn, men gyri at kunna gera tað áhugavert, mugu tey eisini hava møguleika at fáa vinning burturúr. Tí fer kommunan at heita á løgtingið um at samtykkja tær neyðugu broytingarnar fyri at gera tað møguligt at taka pengin fyri parkering. Tað er ikki einans tey privatu átøkini, sum skulu fáa vinning burturúr. Tórshavna kommuna hevur sjálv tørv á peningini fyri at loysa stóra parkeringtrupulleikan Tað verður tørvur á nógvum pengum, tí ætlaninar hjá kommununi eru ikki smávegis. Tað koma alt fleiri bilar inn í Havnina og tá Eysturoyartunnilin letur upp, er sannlíkt at enn fleiri bilar koyra inn í Havnina og hava tørv á parkeringsmøguleikum. Møguleikarnir at fáa fleiri parkeringøkir í býnum í Havn eru fáir og tí er tørvur á at hugsa stórt, sigur Jákup Dam, ið leggur upp til, at annahvørt ein parkeringtunnil ella parkeringshús verður gjørt. Tað er enn ov tíðliga at siga hvussu stór íløgan hjá kommununi í eina parkeringloysn kann verða. Tað eru fleiri aðrar stórar íløgur, ið liggja fyri framman og onkrar av teimum hava longu nú fingið hægri raðfesting enn parkeringin, eitt nú bráðfeingis tørvurin á stovnsplássum í kommununi. Jákup Dam sigur, at tað skal ein politisk avgerð takast í hesum málinum, men hann ásannar samstundis, at trupulleikin má loysast skjótt. Málið byrjaði aftur í Føroya rætti klokkan 9 í morgun, tá rættarfundurin byrjaði við, at dómarin, ella rættarformaðurin, kunnaði teir 12 nevningarnar um teirra uppgávu í málinum. Hann gekk ígjøgnum tilfarið, sum er lagt fram í rættinum, og legði nevningunum eina við, at teir bert máttu halda seg til tað, sum er komið fram undir rættarviðgerðini, og einki annað. Hann segði eisini, at nevningarnir skulu taka støðu út frá vanligum viti og skili. Framløgan hjá rættarformanninum vardi í umleið hálvanannan tíma, og klokkan hálvgum ellivu fóru so nevningarnir saman at umrøða málið. Bara nevningarnir skulu taka støðu til, um teir báðir menninir eru sekir. Teir kunnu spyrja seg fyri hjá rættarformanninum ella rættarskrivaranum, sum eisini er dómari, um teir eru í iva um eitthvørt. Tað eru fleiri spurningar hjá nevningunum at taka støðu til. Høvuðsspurningurin er, um talan er um drápsroynd ella ikki. Síðani eru fleiri spurningar, sum snúgva seg um harðskap av ymsum slag. Og spurningar eru eisini um harðskap undan hesi hendingini og um rúsevnir. Hvussu langa tíð, tað fer at taka nevningunum at koma til eina semju, er ikki greitt, men teir sita framveigs í kjallaranum undir dómhúsinum. Tá nevningarnir eru komnir til sína niðurstøðu, verður rætturin settur aftur, og tá boðar talsmaðurin hjá nevningunum frá niðurstøðuni um menninir eru sekir ella ikki. Ósemja er um, hvør skal gjalda rokningina fyri arbeiðið, sum báturin hjá MEST, Samson, gjørdi, tá eldur var í Varðanum Pelagic fyri einum ári síðani. Tvøroyar kommuna vil ikki gjalda, tí býráðið heldur uppá, at eldurin var so mikið stórur, at hann kemur undir ta tilbúgving, sum landið eigur at gjalda. Allan Samuelsen, sum er nevndarlimur og er við at fyrireika Country og Bluesfestivalin sigur, at einastu útlendsku nøvnini eru Carlene Carter úr USA og so Stig Rossen úr Danmark. Annars eru øll luttakandi nøvnini føroyingar. Hetta vísir seg at vera ein røtt avgerð, sigur Allan, tí sjálvdan hava so nógv atgongumerki verið selt í forsølu. Sunda Kommuna roynir nú at finna eina loysn fyri ferðavinnuna í Saksun. Almenna rúmið skal víðkast, soleiðis at tey ferðandi fáa betri møguleika at ferðast í bygdini, uttan at ganga inni á lendinium hjá bóndunum í bygdini. Í dag eiga festibóndurnir at kalla alt lendið í Saksun. Nú skulu okkurt um 2000 fermetrar av hesum lendi gerast til alment øki, sum Sunda Kommuna antin keypir ella leigar. Samstundis sum kommunan við at víðka sonevnda almenna rúmið í Saksum skapar karmarnar so sigur kommunan seg vera samd við báðar bóndurnar í bygdini um, at tað vera teir, sum sjálvir fara at skapa ferðavinnutilboð í bygdini. Í ferðavinnupolitikkinum hjá Sunda Kommunu skulu Saksun, Gjógv og Tjørnuvík raðfestast sum ferðavinnuøki næstu trý árini. Fyrstu átøkini í Saksun skulu gerast í ár men enn er ov tíðliga at siga, hvat hesi átøk fara at kosta kommunukassanum, sigur Heðin Zachariasen. Mentamálaráðið søkti í fjør eftir uppskotum til, hvat Hoydalar skuldi brúkast til, tá alt virksemið har er flutt í nýggja bygningin hjá Glasi. Freistin var 1. august 2017, og 54 uppskot komu. Men enn er onki hent í málinum, men landsstýriskvinnan sigur í svarinum, at hon væntar, at endalig niðurstøða verður tikin um heilt stutta tíð. Helst áðrenn summarfrítíðina. Landsstýriskvinnan væntar, at valt millum uppskotini, sum eru komin inn í hugskotskappingini, tá støða skal takast til, hvat bygnignarnir í Hoydølum skulu brúkast til. Hósdagin byrjaði HM kappingin. Setanin fór fram á Luzniki Stadion í Moskva, har pláss er fyri umleið 81.000 áskoðarum. Fólk frá øllum heiminum fylgdu eisini við í sjónvarpinum, tá HM kappingin skuldi setast. Føroyar vórðu eisini umboðaðar í Russlandi, og til setanina slapp 12 ára gamli Daniel Ari Poulsen úr Havn at bera Merkið inn á stadion. Tað sæst síðst í videobrotinum omanfyri. Saman við Annu Elisabeth Weyhe, ið eisini er úr Havn, hevur Daniel Ari Poulsen tikið lut í tiltakinum Football for Friendship . Tiltakið er fyri børn úr tilsamans 211 londum, har annar luttakarin hevur leiklutin sum fótbóltsspælari, meðan hin hevur leiklutin sum fjølmiðlafólk. Football for Friendship endaði við, at allir luttakararnir hugdu eftir fyrsta dystinum í HM endaspælinum millum Russland og Saudiarabia. Tað gjørdu Daniel og Anna Elisabeth eisini, og fyri tey var tað ein stór uppliving, har tey millum annað fingu høvið at heilsa upp á Robbie Williams, sum framførdi til setanina, og Iker Casillas, fyrrverandi málmann á spanska landsliðnum. Saman við teimum var Andrass Thomsen, ið vegna Føroyar er samskipari av tiltakinum Football for Friendship . Hann sendi okkum eisini nøkur videobrot av setanini umframt samrøður við bæði Onnu Elisabeth og Daniel. Hetta hava verið nakrir hendingaríkir dagar, og nógv spennandi hevur verið á skránni. Men tað hevur eisini verið strævið. Vit eru farin tíðliga upp og seint í song hvønn dag, men heilt sikkurt eitt ógloymandi upplivilsi, sigur Andrass Thomsen við heimasíðuna hjá FSF. Biðið er um eina eykajáttan á 10 milliónir krónur. Landsjúkrahúsið hevur tørv á 21 milliónum krónum, fyri at fáa játtanina í ár at hanga saman. Men nakað av peninginum er funnið við sparingum. Málið hevur skund, tí Landssjúkrahúsið fyri at halda játtan, má seta fleiri tiltøk í verk, enn ráðiligt er, stendur í fíggjarnevndarskjalinum. Hvørt týskvøld hittast fýra vaksnir menn at spæla tónleik í Margarinfabrikkini í Havn. Tað er líka nógv fyri at orna verðinssituatiónina , siga teir og vilja við tí undirstrika, at teir ikki hava nakrar ambitiónir um at gerast professionellir tónleikarar. Vit hugna okkum saman og leggja dentin á samveru, prát og eisini tónleik, siga limirnir í The Hen Sticks. Teir, ið manna bólkin, eru Magni Dalsgaard á trummur, Boði Haraldsson á rútmugittara, Bergur Godtfred á bass og Hans Nielsen á sologittara. The Hen Sticks hevur verið til sum bólkur í eini 12 ár, og gjøgnum árini hava teir vant eitt repertoire við nógvum sangum. Men tað eru serliga sangir hjá The Shadows fýra í tali sum bólkurin heldur vera sína spísskompetansu . Vit hoyra teir spæla sangirnar Apache og Peace Pipe. Vikuskiftissendingin var á gátt í Margarinfabrikkini týskvøldið, tá bólkurin vandi Tað eru 12 ár síðani, at Okkara Sangbók kom út. Nú eru útgevararnir klárir við eini dagførdari útgávu við 48 nýggjum sangum, sum allir eru frá eftir 2006. Tað, vit hava lagt dentin á við hesi útgávuni, er, at sangirnir skulu vera lættir at syngja, umframt at uppsetingin í bókini er smidligari, soleiiðis at man sleppur undan at blaða, meðan man syngur, sigur Signar í Homrum. Hann roknar við góðari undirtøku fyri bókini, tí longu nú, áðrenn bókin er komin út, eru umleið 800 eintøk seld. Vikiskiftissendingin hitti Signar til eitt prát útgávudagin í Gamla Bókhandli í Havn Teir báðir ákærdu í øksamálinum eru fríkendir fyri ákæruna um drápsroynd, men teir eru sekir eftir greinini um grovan og ógvisligan harðskap. Tað gjørdist ein drúgvur dagur hjá teimum 12 nevningunum, sum seinastu dagarnar hava sitið í Føroya rætti og lurtað eftir dómsviðgerðini í sonevnda øksamálinum, sum hendi á krossinum, Landavegur Íslandsvegur tann 6. mai í fjør. Tann yngri maðurin, Birgir Mohr Joensen, sum hevði øksina, tá hendingin fór fram, er dømdur í anbringelse á einum stovni fyri sálarsjúk í óasetta tíð. Tað var eftir ynski frá manninum sjálvum, og tað nevndi dómarin eisini, tá hann kunngjørdi dómin. Hin maðurin, Jóhan Pauli Joensen, sum er 24 ára gamal, skal sita í fongsli í fýra ár. Tað var nakað meir, enn verjin hjá honum mælti til. Hann mælti til ein dóm, sum var millum tvey og tvey og eitt hálvt ár. Dagurin í dag var drúgvur í rættinum. Rættarfundurin byrjaði klokkan 9 í morgun, tá rættarformaðurin kunnaði nevningarnar um teirra leiklut á seinasta degnum av rættarfundinum, tí nevningarnir skuldu fyrst taka støðu til, um menninir vóru sekir ella ikki. Nevningarnir fóru undir viðgerðina klokkan 10.30 fyrrapartin, og ikki fyrr enn klokkan 19 var rættarfundurin tikin upp aftur, tí tá vóru nevningarnir komnir til eina niðurstøðu. Fyrst fingu ákærin og verjarnir høvi til at siga rættinum, hvat tey hildu vera eina hóskandi revsing, og so fóru nevningarnir aftur saman at tosa um revsingina. Í viðmerkingunum til spurningin, sigur tingmaðurin, at ikki so sjálvdan eru tíðindi at hoyra í fjølmiðlunum, at fólk hava biðið um hjálp, tí tey eru vilst ella hava gingið seg í óføri. Tí er spurningurin viðkomandi, um talan er um eina útreiðslu fyri Føroyar, hvørja ferð bjargingartiltøk verða sett í verk, ella um persónarnir ella teirra tryggingar rinda fyri tað, sigur Kári P. Højgaard í viðmerkingum til fyrispurninginum. Útoyggjastevna er í Svínoy í dag. Um middagsleiðið vóru 500 fólk komin, og bygdarfólkið væntar, at talið tvífaldast, tá longur er komið út á dagin. Strandferðslan siglir uttan slit millum Hvannasund og Svínoy til út á náttina, í minsta lagi til klokkan hálvgun tvey ella so leingi fólk eru, sum skulu við. Nógv, sum koma til Paris, vilja síggja býin úr Eiffeltorninum. Og fyri at verja torn og fólk fyri yvirgangi verður høg girðing nú sett upp um tornið, ið er gjørd úr hálvum tríðja tumma tjúkkum glasi. Girðingin er meira enn tríggjar metrar høg, og uttan fyri hana eru ferðsluforðingar settar upp. Í ár fara sjey milliónir fólk væntandi at vitja Eiffeltornið, og trygdartiltøkini hava sjálvsagt sítt endamál, tá hugsað verður um, at síðani 2015 eru meira enn 240 fólk eru deyð í yvirgangsálopum í Fraklandi. Fyri myndugleikarnar hevur tað eisini týdning at geva umheiminum greið boð um, at í Fraklandi er trygt, serliga tí at Olympisku leikirnir vera í Paris í 2024. Italski innanríkisráðharrin, Matteo Salvini, sigur í dag, at bjargingarskip í Miðalhavinum fara ikki longur at fáa loyvi at seta flóttafólk í land í Italia. Tað varð gjørt í síðstu viku, tá skipið Aquarius fekk forboð fyri at leggja at. Skipið siglir fyri ein franskan bjargingarfelagsskap og hevði tikið 629 flóttafólk upp av gummibátum, sum komu úr Libya. Aquarius fekk eisini forboð fyri at koma til Malta, men í Spania søgdu myndugleikarnir seg vilja taka ímóti skipinum, tá franski forsetin hvassliga hevði funnist at italsku avgerðini, og sagt hana vera ábyrgdarleysa. Orsøkin til at italski innanríkisráðharrin aftur nú ger greitt, hvørja støðu stjórnin hevur, er, at tvey niðurlendsk skip Lifeline og Seefuchs eru stødd í Libyskum sjógvi, har tey taka flóttafólk upp. Fundur hevur verið í Paris millum italska forsætisráðharran og franska forsetan eftir samanbrest hansara við italska innanríkisráðharran. Giuseppe Conte og Emmanuel Macron samdust um at virka fyri, at flóttafólkalegur verða bygdar uttan fyri ES í eini roynd at steðga fólki at fara ta vandafullu ferðina um Miðalhavið. Italia og Frakland fara eisini at krevja, at broytingar verða gjørdar í galdandi skipanum fyri flóttafólk í Evropa, skrivar Ritzau. Í Uummmannaq verður skipað fyri minningarhaldum allan dagin. Millum annað verður minningarguðstænasta í kirkjuni í Uuummannaq klokkan 10 lokala tíð. Tað skrivar KNR. Aftaná verður ein minnisskrúðgonga til teir báðar kirkjugarðarnar í økinum, har kransur verður lagdur við minnismerkið yvir tey fýra, sum doyðu í flóðalduni í bygdini Nuugaatsiaq. Landsstýrisformaðurin, Kim Kielsen og landsstýrismaðurin fyri samferðslu og bústaðir, Simon Simonsen, luttaka eisini á minningardegnum í Uummannaq. Flóttafólkini komu í land í býnum, Valencia. Tey vórðu sett í land av skipum hjá italsku sjóverjuni, sum hava tikið flóttafólkini umborð, skrivar DR Í havnalagnum í Valencia taka heilsustarvsfólk ímóti flóttafólkunum. Tey fara av skipinum í smáum bólkum og verða skrássett, tá tey koma í land. Og síðani verða tey send til uppihaldsstøð ymsastaðni í Spania. Tey 630 flóttafólkini hava verið umborð á Aquarius, síðan tey blivu bjargað útfyri libisku strondina fyri 9 døgum síðan. Millum flóttafólkini eru 134 børn og sjey barnakonur. Málið um flóttafólkini hevur elvt til diplomatiska kreppu millum Italia og Frakland. Bæði Malta og Italia noktaðu fyrr í vikuni at taka ímóti flóttafólkunum. At bjarga mannalívum er ein skylda, men Italia skal ikki gerast um til eina stóra flóttafólkalegu, segði italski innanríkisráðharrin, Mateo Salvini. Sálmarnir, ið sungnir verða, eru 599 O veldis guð 241 Kom tú Guðs heilagi, skapandi andi, 696 Tann blómutíðin fríða Og eftir prædiku 271 Eg fátækur snúgvi mær, faðir, 353 Harrin rættir út sín arm 650 Fram vit bera teg í dag 697 nú anga grøs og blomstur milt Deknur er Leivur Højgaard, klokkari Hans Poulsen, organistur Jens Simonsen, Meinhard Bjartalíð prestur prædikar, tøkningur í kirkjuni er, Johnny Olsen og tøkningur og upplesari í studio er Leivur Thomsen Í sendingini spæla vit jazztónleik úr fleiri ymsum londum, umframt fólkatónleik. Eisini eru onkrir tíðindastubbar úr jazzheiminum at hoyra. Hetta er seinasta Jazzofon í vetrarskránni. Tað sigst, at landssjúkrahúsið hevur biðið um 10 milliónir krónur í eykajáttan. Fíggjarnevndin kom ikki á mál við nakrari niðurstøðu. Allir limirnir eru tó samdir um, at landssjúkrahúsið eigur at fáa hægri játtan, men hvussu hon gevast, eru tinglimir ikki á einum máli um. Jacob Vestergaard úr Fólkaflokkinum og Bill Justinussen úr Miðflokkinum halda ikki, at umbønin um eykajáttan umvegis fíggjarnevndarksjali er ein haldgóð loysn. Olga Biskupstø, sum er nevndarlimur og samskipari hjá Útoyggjafelagnum, heldur, at ein ætlan við útoyggjum skal gerast fyri at ikki skaða møguleikarnar at búgva og virka á útoyggj. Og fyri at íbúgvarnir skulu kunnu fáa nakað burturúr ferðavinnuni. Býráðið í Havn fer á fundinum mikukvøldið at taka støðu til uppskot hjá Byggi og býarskipanarnevndini og Fíggjarnevndini um at biðja landsstýri og løgting útvega neyðugu lógarheimildina. Fyri at lofta trupulleikanum við tómum húsum, sum eisini kann gerast ein størri trupulleiki í nýggju býlingunum, er málið vorðið búgvið til at taka spurningin viðvíkjandi bústaðarskyldu upp aftur til viðgerðar, stendur í skánni fyri býráðsfundin mikukvøldið. Meirilutin vísti á eitt løgfrøðiligt upprit hjá Løgdeildini hjá býráðnum, sum staðfesti, at kommunur hava onga heimild til at krevja bústaðarskyldu. Harafturat verður Brúni Skúli við Fríðriks Petersens gøtu umbygdur til dagstovn við 64 plássum, tvær vøggustovur og tvær barnagarðsstovur. Myndugleikarnir siga, at ein 84 ára gamal maður doyði heima við hús, og ein níggju ára gomul genta doyði, tá hon var á veg í skúla, og ein veggur datt á hana. Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, og grønlendski landsstýrisformaðurin, Kim Kielsen, eru samdir um at kanna, hvussu Danmark kann hjálpa til at fíggja ætlanina um at byggja tríggjar nýggjar floghavnir í Grønlandi. Ætlanin er, at ein niðurstøða skal verða gjørd, áðrenn landstingið fer at hava aðru viðgerð av málinum um floghavnirnar, sum fara at kosta umleið fýra milliardir krónur. Danskir myndugleikar vilja hava ávirkan á málið, tí teir siga, at talan er um uttanríkis og trygdarpolitikk, sum er danskt málsøki. Bæði forsætisráðharrin og verjumálaráðharrin hava sett spurnartekin við, at ein kinesisk fyritøka er undangóðkend at bjóða upp á arbeiðið at gera floghavnirnar. Kim Kielsen, landsstýrisformaður, sigur, at landsstýrið er til reiðar at samstarva við donsku stjórnina um møguleikarnar fyri, hvussu Danmark kann vera við til at fíggja ein part av verkætlanini. Politiskir eygleiðarar siga, at úrslitið av forsetavalinum kann fáa avleiðingar fyri friðaravtaluna millum myndugleikarnar og fyrrverandi partisanrørsluna, Farc. Í 2016 gjørdu stjórnin og Farc friðaravtalu. Afturfyri legði Farc vápnini. Felagsskapurin skuldi eisini viðganga brotsverkini og rinda endurgjald. Uppskot var á býráðsfundi 24.mai um at hækka lønina hjá borgarstjóranum og tá samstundis hjá øllum býráðslimum og geva teimum 15 prosent í eftirløn. Á býráðsfundinum mikukvøldið skal býráðið nú taka støðu til eitt uppskot um at seta ein óheftan arbeiðsbólk at endurskoða samsy ningar og arbeiðsumstøður hjá kommunusty rislimum. Uttanríkisráðharrarnir í Grikkalandi og Makedónia hava skrivað undir eina avtalu, sum skal loysa eitt gamalt stríð um rættin at brúka navnið Makedónia. Ein landspartur har norðuri í Grikkalandi eitur eisini Makedónia, og grikkar hava verið ímóti, at fyrrverandi jugoslaviska lýðveldið eisini tók sær hetta navnið. Hóast uttanríkisráðharrarnir í báðum londum skrivaðu undir avtaluna í gjár, eru allar súðir ikki syftar enn, tí tjóðartingini í báðum londum skulu eisini góðkenna avtaluna, og fólkaatkvøða skal vera í Makedónina og nýggja navnið. Eftir dómarnar í sokallaða øksamálinum fríggjakvøldið nýtti Jógvan Páll Lassen, verji, høvið til at koma við hvøssum atfinningum móti Almannaverkinum fyri at hava slept einum sjúkum og vandamiklum manni upp á fjall. Jógvan Páll Lassen var verji hjá einum 22 ára gomlum manni, sum varð dømdur til sálarfrøðiliga viðgerð í óásetta tíð. Maðurin fekk staðfest sálarsjúku í 2011, men hevur onga hjálp fingið, sigur verjin. Jógvan Páll Lassen leggur dent á, at tann 22 ára gamli maðurin er misrøktur í føroysku skipanini við ongari hjálp, hóast hann í 2011 fekk staðfest diagnosu. Hvat høvdu fólk sagt, um ein krabbasjúklingur varð sendur heim við einum posa av panodilum og orðunum um, at vit kontakta teg aftur um nøkur ár, spyr advokaturin retoriskt. Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum, sum er staddur uttanlands, hevur í løtuni onga viðmerking til atfinningarnar frá avdokatinum. Hann vil hava betri stundir at seta seg inn í málið, áðrenn hann svarar, segði Edvard Heen leygarkvøldið. Lagið er altíð gott, og kvinnur koma úr øllum landinum at vera við til tiltakið. Summar við vinkonum, summar við familju og aðrar koma einsamallar fyri at renna skjótt. Bergljót hevur áhuga fyri bókmentum, sum hava verið partur av hennara faki sum studentaskúla lærari í enskum og føroyskum. Hon hevur í fleiri ár havt sín egna blogg, har hon ummælir og um røður bøkur og leikir. Hon fegnast um, at skúlanæmingar brúka bloggin. Bergljót hevur júst fingið sæti í málráðnum. Hon hevur áhuga fyri at varðveita føroyskt sum mál. Nakað skjótt kemur ein stavsetingarorðabók frá ráðnum. Bergljót er vermamma danska forsætisráðharran Lars Løkke Rasmussen. Hann er ein fittur fýrur, men tey tosa ikki nógv um politikk. Tá startdómarin skjeyt fyri startinum hjá 10 mannaførunum í kappróðrinum á eystanstevnu í Runavík, misti Jóhan Guðjónsson, sum situr í rúminum í stýriborð, fyrsta takið. Hetta elvdi til, at manningin ikki fekk róð, og teir mistu tí eina bátslongd í sjálvum startinum. Men manningin herjaði á at rógva, og teir vunnu kortini róðurin. Soleiðis sigur Janus Poulsen, sum dagliga starvast við at lata menn væl í, í Skálki í SMS. Mannfólkamótin í summar loyvir manninum at vera eitt sindur djarvur, við sprøklutum skjúrtum og ternutum klædningum. Tó er kanska ikki ráðiligt at lata seg í bæði í senn. Nú endaspælið í heimsmeistarakappingini í fótbólti fyri manslandslið er í Russlandi í døgunum frá 14. juni til 15. juli frætta vit hvønn dag eftir høvuðstíðindasendingina á middegi nýggjastu HM tíðindini. Suni Merkistein leggur til rættis. HM er byrjað, og fleiri fólk leita sær oman á trappuni í Vágsbotni at hyggja eftir fótbólti. Serliga eru nógvir føroyskir áskoðarar, sum halda við grannum okkara frá Íslandi. Soleiðis var eisini leygardagin, tá Ísland og Argentina møttist. Ísland megnaði at spæla javnt ímóti Messi og Argentina, og lagið var av tí besta í Vágsbotni. Vit fregnaðust um, hvat áskoðararnir halda um HM kappingina og um Messi. Komandi summar verður HM hjá kvinnunum leikt, fara fjepparar eisini at fylgja við tá HM er byrjað, og fleiri fólk leita sær oman á trappuni í Vágsbotni at hyggja eftir fótbólti. Serliga eru nógvir føroyskir áskoðarar, sum halda við grannum okkara frá Íslandi. Soleiðis var eisini leygardagin, tá Ísland og Argentina møttist. Ísland megnaði at spæla javnt ímóti Messi og Argentina, og lagið var av tí besta í Vágsbotni. Vit fregnaðust um, hvat áskoðararnir halda um HM kappingina og um Messi. Komandi summar verður HM hjá kvinnunum leikt, fara fjepparar eisini at fylgja við tá Tað bleiv gjørt alt fyri eitt, og fólkið á Samson gjørdi eitt stórt arbeiði. Samson gjørdi mun á Tvøroyri. Tað sigur Mouritz Mohr, stjóri á Mest, sum tó ikki vil siga, hvør bað um hjálp frá Mest, tá eldur var í Varðanum Pelagic fyri einum góðum ári síðani. Henrik Weihe Joensen, kommunustjóri á Tvøroyri, sigur, at eldurin í Varðanum Pelagic var so ógvisligur, at hann var á triðja tilbúgvingarstigi, og tá eigur landið at gjalda. Henrik Weihe Joensen sigur, at hann hevur mælt til, at Fiskamálaráðið setur ein bólk, sum arbeiðir skjótt, at siga millum annað, hvør eigur at gjalda, tá tilbúgvingin er á fyrsta stigi, á øðrum stigi ella á triðja stigi. Henrik Weihe Joensen hevur eisini mælt til at stovna ein grunn, sum land og kommunur gjalda í, sum so kann rinda rokningar, sum ta frá Mest fyri Samson. Andras Marr Poulsen í Fiskimálaráðnum, tilbúgvingarsamskipari, sigur, at sum hann skilur málið sambært teimum upplýsingum, sum eru um tað nú, hevur Fiskimálaráðið ikki lógarheimild til at gjalda rokningina. Danmarks Radio skrivar, at granskarar frá universitetinum í Keypmannahavn hava fylgt við tí fyrsta árganginum av koppsettum gentum. Tær eru føddar í 1993. Allar vórðu koppsettar sum 15 ára gamlar og screenaðar fyri lívmóðurhálskrabba, tá tær fyltu 23. Síðani vórðu úrslitini samanborin við gentur, sum eru 10 ár eldri, og sum ikki eru koppsettar fyri HPV. Vit síggja 40 færri tilburðir av ringu kyknubroytingunum, og tað er eitt gott úrslit, sum vísir, at koppsetingarevni riggar soleiðis, sum vit ætlaðu, sigur Elsebeth Lynge, professari í epidemiologi við DR. Hon sigur, at hetta bendir á, at koppsetingin verjir kvinnur móti lívmóðirhálskrabba og undanstigunum til hann, umframt at kanningin staðfestir, at tilmælið frá Heilsustýrinum um at lata 12 ára gamlar gentur koppseta fyri HPV er rætt, sigur Elsebeth Lynge, professari. Men samstundis mælir hon ungum kvinnum til kortini at lata seg kanna regluliga fyri kyknubroytingar, tá tær verða vaksnar, tí koppsetingin gevur ikki fulla verju. Stadler varð handtikin í Ingolstad í morgun, skriver Bild. Ákæruvaldið í Múnchen upplýsir, at hann er handtikin fyri at hava fjalt prógv. Móðurfelagið hjá Audi, Volkswagen, viðgekk í 2015 at hava útgjørt bilarnar við tøkniligari útgerð, so útlátið gjørdist minni, enn tað í veruleikanum var. Tað vóru amerikanskir myndugleikar, sum gjørdust varugir við tøknina, sum var sett í fleiri milliónir bilar fyri at pynta um umhvørvisskaðiliga útlátið frá diesel motorum. Fleiri bilframleiðarar í Evropa eru skuldsettir fyri at pilka við mátingar í fleiri ár fyri at fáa so lágt tal fyri útlát, sum til ber. Kvinnuligir umsøkjarar skulu kunna renna 2400 metrar uppá 13 og ein hálvan minutt. Áður var kravið 13 minuttir. Mannligir umsøkjarar skulu renna sama tein uppá 12 minuttir. Áður var kravið 11 og ein hálvan minutt til teir 2400 metrarnar. Eisini verða krøvini til aðrar kropsligar venjingar linkaði. Vit hava valt at gera tað lættari at sleppa inn, og so afturfyri at seta størri krøv, meðan tey eru hjá okkum. Tá vit gera tað, fáa vit fleiri at velja ímillum, sigur hon. Samstundis sum kropsligu krøvini verða linkað, verður sjálv útbúgvingin longd við fýra mánaðum, so tað nú fer at taka tvey ár og fýra mánaðir at blíva løgreglufólk. Atfinningar hava verið um, at tey nýútbúnu ikki hava verið nóg før til at skriva frágreiðingar og til kanningararbeiði, og tað vóna vit, at broytingarnar fara at bøta, sigur hann við Danmarks Radio. Japanska rúmdarfarið, Hayabusa 2, sum í 2014 fór sína longu ferð at kanna asteroiduna Ryugu, er nú so nær, at myndir eru sendar til jørðina av hesi smágongustjørnuni. Tað skrivar BBC.com. Rúmdarfarið, sum eisini skal savna grót og dustroyndir av asteroiduni, er nú umleið 200 kilometrar frá málinum, og sambært japanska rúmdargranskingarstovninum, Jaxa, verður rúmdarfarið frammi tann 27. juni. Japanar fara at royna at lenda fleiri før á smágongustjørnuna fyri at fáa royndirnar tiknar. Og teir fara eisini at brúka spreingievni fyri at fáa royndir tiknar innan úr asteroiduni. Rúmdarfarið hevur egnan Twitter vanga, har til ber at fylgja við í gongdini. Eitt filmsbrot, sum er klipt saman av 52 myndum, liggur á hesum Twitter vanga. Tað sært tú her. Tað er niðurstøðan hjá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, í svarinum til Bjørn Kalsøe, løgtingsmann, sum spurdi, um avgjøldini á dieselolju og bensini lækka aftur, nú oljuprísirnir eru hækkaðir nógv. Kristina Háfoss svarar, at lækking hevði merkt, at meira má takast inn í lønarskatti fyri at menna og viðlíkahalda vegakervið og reka vælferðarsamfelagið. Í hesum døgum verða tær fyrstu pisurnar floygdar kring landið. Og jagstranin eftir teimum góðu karakterunum setir sín dám á próvtøkutíðina á miðnámsskúlunum. Vit vóru við, tá teir fyrstu studentarnir í Hoydølum fingu húgvuna á høvdið í dag. I dag krevjast sera høg próvtøl at sleppa inn til fleiri útbúgvingar. Og hetta leggur sítt trýst á miðnámsskúlanæmingarnar, sigur Kristianna Mortansdóttir, lestrarvegleiðari á Glasi. Men at stremba eftir høgum próvtølum er tó ikki eitt nýtt fyribrigdi. Borgarstjórin í Havn vil sleppa at áleggja bústaðarskyldu, og borgarstjórin í Sunda kommunu vil fegin hava møguleika at áleggja somu skyldu í síni kommunu. Tey trý manningarfeløgini, Skipara og navigatørfelagið, Maskinmeistarafelagið og Fiskimannnafelagið, hava avgjørt at leggja málið um kvotukeyp sum loyvdan felagsfrádrátt av óbýttum í Fasta gerðarrættin. Reiðarafelagið vísir á ein gerðarrættarúrskurð frá 2013, har tað varð staðfest, at reiðarar høvdu rætt til at draga útreiðslur frá uppboðssøluni í 2011 frá, áðrenn manningin varð avroknað. Einki stendur í lógini um sjófeingi um hetta, tí ætlanin hjá Fiskimálaráðnum var ikki, at manningin skal missa, tí reiðarar keypa fiskirættindi. Tað ger hann í svari til Kára P. Højgaard, løgtingsmann, sum spurdi, hví Landsverk og HJ Asfalt 19.februar í ár stovnaðu felagið, Í F HJ LV Tunnil Eysturoy. Tvey boð komu upp á at leggja asfalt í Eysturoyartunlinum, annað var frá felagnum hjá Landsverki og HJ asfalti, hitt boðið var útlendskt. Landverk er, síðani boðini vórðu latin NCC, givið at leggja asfalt. Nú ger Landsverk bara asfalt og bjóðar út útleggingina millum tríggjar privatar fyritøkur í Føroyum. Landsverk greiðir frá, at løgfrøðiliga ráðgeving stovnsins mælti til at gera íognarfelag fyri at tryggja greitt ábyrgdabýti millum Landsverk og HJ Asfalt til at fremja verkætlanina asfaltarbeiði í Eysturoyartunlinum . Tí varð íognarfelagið sent Skráseting Føroya. Hetta var tó eitt mistak, tí skyldan at skráseta tílíkt konsortium er ikki galdandi, tá ein luttakari er almennur stovnur. Næraberg keypti rættin at fiska 700 tons fyri 1,91 krónur kilo, Jókin keypti 550 tons fyri 2,07 krónur kilo, og Framherji keypti 400 tons fyri 1,89 krónur kilo. Í morgin verða seld rættindini at fiska 7.490 tons av norðhavssild á afturlatnari uppboðssølu og 27. juni verða seld rættindini at fiska 10.901 tons av makreli á afturlatnari uppboðssølu. Eitt vitni hevur greitt blaðnum, Expressen, frá, at millum 15 og 20 skot vórðu latin av. Ongar upplýsingar eru um, hvussu álvarslig støðan er hjá teimum særdu. Myndugleikarnir vilja ikki siga nógv um málið, annað enn, at almenningurin skal ikki vera bangin. Svenska løgreglan sigur, at talan er ikki um yvirgang. Ein maður varð skotin til deyðis í miðbýnum í Malmø í mei mánaði. Og fleiri skottilburðir hava verið í Malmø økinum, sum hava havt tilknýtið til ósemjur millum harkalið. Umframt fótbóltsyvirlit er heilsan frá føroyska sendimanninum í Moskva og tað nýggjasta um russiska marknaðin, sum keypir mesta fiskin úr Føroyum. Á nýggju temasíðuni verður farið gjøgnum HM søguna síðan 1930, tá Uruguai varð fyrsti heimsmeistari og framm til 2014, tá Brasil skipaði fyri endaspælinum og Týskland vann. Fyri fyrstu ferð var einki Norðurland við í endaspælinum. Í undanspælinum fingu Føroyar 1 stig. Týski samveldiskanslarin, Angela Merkel er nógv viknað, nú flokkur hennara CDU í gjár noyddist at gera neyðsemju við hin stjórnarflokkin CSU um landsins flóttafólkapolitikk. Valdsmissurin er sera stórur, tí Angela Merkel letur landsins asylpolitikk upp í hendurnar á CSU, og hon er hoykna í sínum týdningarmestu politisku spurningum, sigur hann. Neyðsemjan millum CDU og CSU útsetir stríðið, sum hevur verið um friðskjólarætlanina, sum Horst Seehofer frá CSU hevur lagt fram, í tvær vikur. Angela Merkel fær altso tvær vikur at finna felags ES loysn á flóttapolitikkinum, og gongur tað ikki, so hevur samveldiskanslarin játtað at boyggja seg fyri politikkinum hjá CSU at asylsøkjarar, sum longu eru skrásettir í einum øðrum ES landi, skulu vísast burtur við týska landamarkið. Merkel er kend fyri sítt prinsipp um, at landamørkini í ES mest møguligt skulu vera verðandi opin. Nú stendur hon í tí støðuni, at finnur hon ikki eina loysn heilt skjótt, ja, so má hon stongja landamarkið, tí Innanríkisráðið sigur tað, sigur Michael Reiter. Samstarv hevur verið millum CDU og CSU í 70 ár, men stríðið um asylætlanina setir samstarvið og sjálvt stjórnarsamstarvið í Týsklandi í váða, har SPD eisini er partur. Almenna kinesiska tíðindastovan sigur í dag, at norðurkoreiski leiðarin, Kim Jong un, er farin á tveir daga langa vitjan í Beijing, har hann, sambært óváttaðum tíðindum, fer at greiða kinesiska forsetanum, Xi Jinping, frá toppfundinum við Trump. Hetta er triðju ferð, at Kim vitjar í Kina í ár. Áður hava kinesiskir miðlar sagt frá um vitjanina, eftir at Kim er farin úr landinum. Sambært Reuters tíðindastovuni, var tað væntað í diplomatiska umhvørvinum, at Kim fór til Kina eftir søguliga toppfundin við amerikanska forsetan, Donald Trump. Tað er ikki nóg mikið við amerikanskari nærveru í rúmdini. Vit skulu stýra í rúmdini. Vit vilja hava eitt amerikanskt flogvápn og rúmdarlið hvørt sær. Tað hevur stóran týdning, sigur Trump. USA er partur av altjóða rúmdaravtaluni, sum bannar londum at goyma hópoyðingarvápn úti í rúmdini. Avtalan loyvir bert at brúka mánan og aðrar himinknøttar til friðarlig endamál. USA miðar eftir at senda robottar til mánan longu næsta ár fyri at fyrireika nýggjar astronautferðir til mánan, upplýsti ein tænastumaður á rúmdarstovninum, NASA ígjár. Í desember skrivaði Trump undir eina samtykt, sum sambært Trump aftur loyvir astronautum at fara til mánan. Og ein túrur til gongustjørnina Mars er eisini ein møguleiki. Í 2004 segði George Bush, at menniskjað fór aftur til mánan í 2020. Seinni segði Barack Obama, at USA fer at senda fólk til Mars í 2030 unum. AP skrivar, at Eleanor Rosalynn Carter, kallar politikkin hjá stjórnini at skilja foreldur frá børnum á markinum millum Mexico og USA fyri vanæruligan . Eg búgvi í einum stati við markið og virði tørvin at styrkja og verja okkara landamørk, men hetta null tolsemið er harðrent. Hetta er ósømiligt. Hetta nítir at hjartanum, skrivar Barbara Bush í Washington Post. Hillary Clinton, sum stillaði upp móti Donald Trump undir forsetavalinum í 2016, sigur, at hvørki politiskar ella átrúnaðarligar lógir geva heimild at taka tilflytarabørn frá foreldrum sínum. Síðani mai manað eru 2.342 børn tikin frá foreldrunum við markið til Mexico, tí tey saman við foreldrunum hava roynt at koma til USA ólógliga. Síðani Melania Trump um vikuskiftið fanst at hesum framferðarháttinum, hevur eisini altjóða flóttafólkastovnurin hjá ST, UNCHR, og fleiri stjórnir í øðrum londum fílst á framferðina við markið millum USA og Mexico, skrivar Ritzau. Verjin hjá manninum helt, at maðurin skuldi fáa treytaða revsing við teirri treyt, at hann tekur við hjálpini, sum honum verður boðin. Hendingin, sum maðurin varð ákærdur fyri, byrjaði sambært ákæruritinum í viðtaluhølinum hjá kommunulæknanum í Klaksvík og helt fram í gongini uttanfyri. Maðurin noktar at hava verið so harðligur við kommunulæknan, sum hann varð ákærdur fyri. Millum annað noktar hann at hava lagt læknan niður inni í viðtaluhølinum. Dóttir læknans, versonur hansara og tvey børn teirra vóru á staðnum. Tey sendu boð eftir politinum, og politiið tók tann 48 ára gamla mannin. 21 milliónir fara at mangla í játtinini í ár, men leiðslan á Landssjúkrahúsinum hevur sett sparingar í verk fyri 11 milliónir krónir. Tí hevur Fíggjarnevndin viðgjørt eina umbøn um 10 milliónir krónir. Ruth Vang, forkvinna í fíggjarnevndini, sigur, at fíggjarnevndin er komin til eina semju viðvíkjandi eykarokningini, og at hendan eykarokningin lýkur treytirnar fyri viðgerð í fíggjarnevndarskjali. Vit eru púra samd um, at ein eykarokning sum hendan upp á viðgerðir heilt aftur til 2016, hon lýkur treytirnar fyri viðgerð í fíggjarnevndarskjali, sigur Ruth Vang. Fíggjarnevndin heldur tó, at onnur viðurskifti, sum til dømis lønarútreiðslar til konsulentar, sum Landssjúkrahúsið hevur biðið um pening til, skulu viðgerast sum eykajáttanarumbøn í Løgtinginum. Tað sum annars er til eyka lønarútreiðslar og konsulentar, tað, halda vit, er somikið grundleggjandi, at tað eigur Løgtingið at fáa høvið til at viðgera, sigur forkvinnan, Ruth Vang. Hon sigur eisini, at fíggjarnevndin heldur, at landsstýriskvinnan skal koma við einum uppskoti til eykajáttan, sum skal tryggja viðgerðarstøðið í heilsuverkinum. 21 milliónir fara at mangla í játtinini í ár, men leiðslan á Landssjúkrahúsinum hevur sett sparingar í verk fyri 11 milliónir krónir, og tí hevur Fíggjarnevndin viðgjørt eina umbøn um 10 milliónir krónir. Nú endaspælið í heimsmeistarakappingini í fótbólti fyri manslandslið er í Russlandi í døgunum frá 14. juni til 15. juli frætta vit hvønn dag eftir høvuðstíðindasendingina á middegi nýggjastu HM tíðindini. Seta, partafelagið, sum eigur garnaskipið Anitu, er aftur sent Skiftirættinum til tvingsilsavtøku. Men orsøkin er ein onnur enn í fjør. Nú eru vantandi nevndarlimir orsøkin. Orsøkin tá var, at felagið ikki hevði latið inn roknskap fyri 2016, tá freistin fór 1. juli í fjør. Roknskapurin er tó síðani komin. Skrásetingin fekk at vita, at viðtøkurnar hjá felagnum eru broyttar. Felagið kallaðist tá aftur Seta og ikki Seta undir tvingsilsavtøku . Í nýggju nevndini vóru Jónas Sigmarsson í Havn, hann var eisini stjóri í felagnum, Anton Sigmarsson í Hoyvík og Angel Pego Vidal í Spania, sum er nevndarformaður. Lyftið hjá kanadiska forsetanum, Justin Trudeau, undir valstríðnum í 2015 var, at kannabis skal gerast lógligt at roykja í Kanada. Fiskimálaráiðið boðaði í mai frá, at afturlatnu uppboðssølurnar av rættindum at fiska 7.490 tons av norðhavssild og 10.901 tons av makreli skuldu vera 20. og 27. juni. Tað kann hava fyrimunir fyri vinnuna og áhugan at vera við í uppboðssølunum, at tær eru avgreiddar, áðrenn sølan av langtíðarrættindum at veiða makrel og norðhavssild verða framdar. Tí verður sølan av makreli flutt til 14. august, og boðini skulu vera inni á middegi sama dag. Sølan av makreli verður 16. august, og boðini skulu vera inni á middegi sama dag. Eru boð latin inn, kunnu tey standa við, tá ið uppboðssølurnar verða avgreiddar í august. Boð kunnu takast aftur, og nýggj boð kunnu latast inn í staðin, stendur í tíðindaskrivinum frá Høgna Hoydal, landsstýrismanni. Síðstu 10 árini hevur verið talan um áramálssetan, 5 ár hvørja ferð. Báðar ferðirnar hevur Birna Mørkøre røkt starvið sum landsdjóralækni. Donald Trump, forseti skuldi í dag hitta republikanskar lóggevarar, nú hvassar atfinningar eru um hansara tilflytarapolitikk, sum hevur við sær, at hópatal av børnum eru tikin frá sínum foreldrum við markið til Meksiko. Video og ljóðupptøkur eru eisini komnar undan kavi, har marknavørðar royna at sissa grátandi børnum, hvørs foreldur eru flutt í fongsul. Hesar upptøkurnar elva nú til ramaskríggj um tilflytarapolitikkin hjá USA innan sum uttanlands. BBC sigur, at upptøkurnar eru gjørdar av amerikansku myndugleikunum. Reuters hevur eisini aðrar upptøkur, men sigur seg ikki hava fingið sjálvstøðuga váttað, hvaðani tær eru. Á Capitol Hill siga demokratarnir, at hendan mannagongdin er ómenniskjalig, og Reuters skrivar, at tekin eru um, at eisini republikanararnir hava hug at gera lógarbroytingar, sum bremsa, um ikki heilt steðga, at børn og foreldur verða skild sundur. Í apríl mánað kunngjørdi amerikanski løgmálaráðharrin, Jeff Sessions, eina sokallaða null hugsjón , har øll, sum verða tikin fyri ólógliga at ætla sær inn í landið, skulu ákærast fyri brot á revsilógina. Tað er hetta, sum hevur við sær, at børnini verða tikin frá foreldrunum, sum verða sett í fongsul, til tey skula fyri rættin. Børnini verða sett í annað varðhald undir verju av eini undirdeild hjá Heilsu og almannatænastuni. Í Hvítu Húsunum spurdi ein journalistur Kirstjen Nielsen, sum er ráðharri fyri nationalari trygd, um hon hevur sæð og hoyrt hesar upptøkurnar, og um hetta er ein mynd, sum hon vil hava sitandi á USA. Myndin, sum eg vil hava av okkara landi, er ein mynd av eini tilflytaraskipan, sum tryggjar okkara landamørk og stendur við okkara humaniteru hugsjón. Kongressin má fáa skil á hetta, segði Kirstjen Nielsen, ráðharri. Tað eru Demokratarnir, sum eru trupulleikin. Teir leggja einki í brotsverk og vilja hava ólógliga tilflyting. Og uttan mun til, hvussu illavorðin tey eru, vilja teir oysa tey inn í okkara land at blíva eina plágu. Demokratarnir kunnu ikki vinna við teirra ræðuliga politikki, so teir halda tilflytarar vera møguligar veljarar , skrivar Donald Trump, forseti. Reuters skrivar, at republikanski senatorurin Ted Cruz fer at koma við lógaruppskoti hesa vikuna, sum skal steðga, at børn og foreldur verða skild sundur. Uppskotið sigur, at fyribils herberg skulu byggjast, har tilflytarafamiljur kunnu halda til saman, og at talið á immigratiónsdómarum skal tvífaldast, so skundast kann undir viðgerðina av umsóknum um friðskjól. Næstan 52.000 fólk, sum ólógliga royndu at koma um landamarkið úr Meksiko, vórðu tikin í mai mánaði, sambært almennum hagtølum úr USA, skrivar Reuters. Donald Trump, forseti skuldi í dag hitta republikanskar lóggevarar, nú hvassar atfinningar eru um hansara tilflytarapolitikk, sum hevur við sær, at hópatal av børnum eru tikin frá sínum foreldrum við markið til Meksiko. Video og ljóðupptøkur eru eisini komnar undan kavi, har marknavørðar royna at sissa grátandi børnum, hvørs foreldur eru flutt í fongsul. Hesar upptøkurnar elva nú til ramaskríggj um tilflytarapolitikkin hjá USA innan sum uttanlands. BBC sigur, at upptøkurnar eru gjørdar av amerikansku myndugleikunum. Reuters hevur eisini aðrar upptøkur, men sigur seg ikki hava fingið sjálvstøðuga váttað, hvaðani tær eru. Á Capitol Hill siga demokratarnir, at hendan mannagongdin er ómenniskjalig, og Reuters skrivar, at tekin eru um, at eisini republikanararnir hava hug at gera lógarbroytingar, sum bremsa, um ikki heilt steðga, at børn og foreldur verða skild sundur. Í apríl mánað kunngjørdi amerikanski løgmálaráðharrin, Jeff Sessions, eina sokallaða null hugsjón , har øll, sum verða tikin fyri ólógliga at ætla sær inn í landið, skulu ákærast fyri brot á revsilógina. Tað er hetta, sum hevur við sær, at børnini verða tikin frá foreldrunum, sum verða sett í fongsul, til tey skula fyri rættin. Børnini verða sett í annað varðhald undir verju av eini undirdeild hjá Heilsu og almannatænastuni. Í Hvítu Húsunum spurdi ein journalistur Kirstjen Nielsen, sum er ráðharri fyri nationalari trygd, um hon hevur sæð og hoyrt hesar upptøkurnar, og um hetta er ein mynd, sum hon vil hava sitandi á USA. Myndin, sum eg vil hava av okkara landi, er ein mynd av eini tilflytaraskipan, sum tryggjar okkara landamørk og stendur við okkara humaniteru hugsjón. Kongressin má fáa skil á hetta, segði Kirstjen Nielsen, ráðharri. Tað eru Demokratarnir, sum eru trupulleikin. Teir leggja einki í brotsverk og vilja hava ólógliga tilflyting. Og uttan mun til, hvussu illavorðin tey eru, vilja teir oysa tey inn í okkara land at blíva eina plágu. Demokratarnir kunnu ikki vinna við teirra ræðuliga politikki, so teir halda tilflytarar vera møguligar veljarar , skrivar Donald Trump, forseti. Reuters skrivar, at republikanski senatorurin Ted Cruz fer at koma við lógaruppskoti hesa vikuna, sum skal steðga, at børn og foreldur verða skild sundur. Uppskotið sigur, at fyribils herberg skulu byggjast, har tilflytarafamiljur kunnu halda til saman, og at talið á immigratiónsdómarum skal tvífaldast, so skundast kann undir viðgerðina av umsóknum um friðskjól. Næstan 52.000 fólk, sum ólógliga royndu at koma um landamarkið úr Meksiko, vórðu tikin í mai mánaði, sambært almennum hagtølum úr USA, skrivar Reuters. Donald Trump, forseti skuldi í dag hitta republikanskar lóggevarar, nú hvassar atfinningar eru um hansara tilflytarapolitikk, sum hevur við sær, at hópatal av børnum eru tikin frá sínum foreldrum við markið til Meksiko. Video og ljóðupptøkur eru eisini komnar undan kavi, har marknavørðir royna at sissa grátandi børnum, hvørs foreldur eru flutt í fongsul. Hesar upptøkurnar elva nú til ramaskríggj um tilflytarapolitikkin hjá USA innan sum uttanlands. BBC sigur, at upptøkurnar eru gjørdar av amerikansku myndugleikunum. Reuters hevur eisini aðrar upptøkur, men sigur seg ikki hava fingið sjálvstøðuga váttað, hvaðani tær eru. Á Capitol Hill siga demokratarnir, at hendan mannagongdin er ómenniskjalig, og Reuters skrivar, at tekin eru um, at eisini republikanararnir hava hug at gera lógarbroytingar, sum bremsa, um ikki heilt steðga, at børn og foreldur verða skild sundur. Í apríl mánað kunngjørdi amerikanski løgmálaráðharrin, Jeff Sessions, eina sokallaða null hugsjón , har øll, sum verða tikin fyri ólógliga at ætla sær inn í landið, skulu ákærast fyri brot á revsilógina. Tað er hetta, sum hevur við sær, at børnini verða tikin frá foreldrunum, sum verða sett í fongsul, til tey skula fyri rættin. Børnini verða sett í annað varðhald undir verju av eini undirdeild hjá Heilsu og almannatænastuni. Í Hvítu Húsunum spurdi ein journalistur Kirstjen Nielsen, sum er ráðharri fyri nationalari trygd, um hon hevur sæð og hoyrt hesar upptøkurnar, og um hetta er ein mynd, sum hon vil hava sitandi á USA. Myndin, sum eg vil hava av okkara landi, er ein mynd av eini tilflytaraskipan, sum tryggjar okkara landamørk og stendur við okkara humaniteru hugsjón. Kongressin má fáa skil á hetta, segði Kirstjen Nielsen, ráðharri. Tað eru Demokratarnir, sum eru trupulleikin. Teir leggja einki í brotsverk og vilja hava ólógliga tilflyting. Og uttan mun til, hvussu illavorðin tey eru, vilja teir oysa tey inn í okkara land at blíva eina plágu. Demokratarnir kunnu ikki vinna við teirra ræðuliga politikki, so teir halda tilflytarar vera møguligar veljarar , skrivar Donald Trump, forseti. Reuters skrivar, at republikanski senatorurin Ted Cruz fer at koma við lógaruppskoti hesa vikuna, sum skal steðga, at børn og foreldur verða skild sundur. Uppskotið sigur, at fyribils herberg skulu byggjast, har tilflytarafamiljur kunnu halda til saman, og at talið á immigratiónsdómarum skal tvífaldast, so skundast kann undir viðgerðina av umsóknum um friðskjól. Næstan 52.000 fólk, sum ólógliga royndu at koma um landamarkið úr Meksiko, vórðu tikin í mai mánaði, sambært almennum hagtølum úr USA, skrivar Reuters. Manningarfeløgini eru sera misnøgd við, at reiðarar draga kostnaðin frá fyri at keypa kvotur á uppboðssølu, áðrenn manningin fær sín part av tí, sum skipið fiskar fyri. Fasti Gerðarættur staðfesti annars í 2013, at reiðarar HØVDU rætt til at draga útreiðslurnar frá, tá uppboðssøla var í 2011. Men støðan er ein heilt onnur nú, halda manningarfeløgini. Skotið verður latið av í Traðardali heima á Sandi, og tað verður løgtingsformaðurin Páll á Reynatúgvu, sum fer at skjóta fyrsta skotið. Men arbeiðið at bora tunnilin byrjar ikki enn tað eru fyrireikingarnar sum byrja nú. Sjálv boringin byrjar, tá Eysturoyartunnilin er boraður ígjøgnum. Her er ein reportaga frá Útoyggjastevnuni í Svínoy leygardagin. Tey, sum samrøða er við, eru Sigmar Høgnesen, Sólarn Isaksen, Heri Joensen, Malla Djurhuus, Jákup Mikkelsen, Sunnva á Geilini Asano, Meinhard Hentze og fimm útlendskir AFS skiftisnæmingar, ið eru Louise Lallement úr Fraklandi, Owen Frederick úr USA, Ela Kot úr Póllandi, Martina M. Tibau úr Spania og Merle Rupprecht úr Týskland. Edmund Joensen spyr, um landsstýrið hevur latið laksaloyvi eftir, at nýggja lógin um, hvussu sjófeingið skal fyrisitast, kom í gildi á nýggjárinum. Hann spyr, um tað eisini var galdandi fyri laksaloyvini, loyvini at fiska laks í sjónum, tá veiðiloyvini og fiskiloyvini fyri tíggju árum síðani vórðu uppsøgd og fullu aftur til landið 31. desember í fjør. Og Edmund Joensen spyr, um landsstýrið heldur tað vera skilagóðan fiskivinnupolitikk at selja veiðiloyvi og fiskiloyvi til umhvørvisfelagsskapir, og um slík søla er í tráð við galdandi lóggávu. Edmund Joensen vísir til miðilin iLaks.no, sum sambært honum síðst í mai skrivaði, at umhvørvisfelagsskapurin Atlantic Salmon Federation ASF hevur gjørt avtalu við Føroyar um eitt fullkomið bann fyri vinnuligum laksafiskiskapi í føroyskum sjóøki í 12 ár. Næstformaðurin í Felagnum Laksaskip hevur upplýst fyri Kringvarpinum, at eitt árs avtala er gjørd við Atlantic Salmon Federation um ikki at fiska laks. Felagið hevur fingið pengar fyri ikki at fiska. Tí er niðurstøðan hjá Edmundi Joensen, løgtingsmanni, at tað er ikki serliga álitisvekjandi, at landsstýrið veit so lítið um, hvussu tilfeingi okkara verður umsitið. Mælt verður til í fíggjarnevndarskjalinum, at tær 300.000 krónurnar verða tiknar frá Gjaldstovuni, sum tolir at missa pengarnar, tí tað dregur út at seta samskipara til Keypsportalin, sigur Fíggjarmálaráðið. Sambært Nikki Haley, livir ráðið ikki upp til navnið, og í sambandi við fráboðanina finst hon at UNHRC fyri at vera sleiskur og ráksnúgvin felagsskapur, sum heldur fólk fyri gjøldur. Lat meg gera tað púra greitt, at henda avgerðin er ikki flýggjan frá okkara skyldum fyri mannarættindum, segði amerikanska ST sendikvinnan á tíðindafundinum. Í gjár endurgóvu fleiri fjølmiðlar ónevndar keldur fyri at siga, at USA ætlaði sær úr mannarættindaráðnum, og tað hevur Nikki Haley so váttað nú. Longu í fjør boðaði amerikanska stjórnin frá, at hon umhugsaði sessin í ráðnum. Millum annað var USA ónøgt við, at ráðið hevði eina politiska slagsíðu og er órímiliga kritiskt móti Ísrael, segði Nikki Haley tá. Tíðindini um útmeldingina fáa góða móttøku í Ísrael. Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, sigur, at avgerðin er djørv, skrivar AP. Hann tekur undir við fatanini hjá USA um, at UNHRC hevur víst seg at vera ein partískur, fíggindasinnaður og anti ísraelskur felagsskapur, sigur Netanyahu í tíðindaskrivi. ST hákommisserurin fyri mannarættindi, Zeid Ra ad al Hussein, harmast um amerikonsku avgerðina. Hann er vónbrotin, men ikki ovfarin. Sum mannarættindastøðan er í løtuni í heiminum, átti USA at hert átøkini hjá landinum, heldur enn at fara burturúr ráðnum, skrivar hann á Twitter. Tað stendur hvørjum stati frítt, um hann vil vera limur í ráðnum, segði Vojislav Suc í gjár, tá tíðindini bórust um, at USA umhugsaði støðu sína í ráðnum. ES finst eisini at USA fyri at fara úr ráðnum. Avgerðin kann mata burtur undan leiklutinum hjá USA sum slóðbrótari og stuðul fyri demokratinum í heimshøpi, sigur Maia Koci jansic, talskvinna fyri ES, sambært AP tíðindastovuni. 47 limir eru í ST mannarættindaráðnum, sum verða vald í ST aðalráðið at sita trý ár í senn, og hvør heimspartur hevur ávíst tal av sessum. Funnist hevur ofta verið at ráðnum. Ein týdningarmikil orsøk er, at lond, sum eru kend fyri at bróta mannarættindini, kunnu eisini veljast í Mannarættindaráðið. Russar fara at leggja toll á amerikanskar vørur, har russarar sjálvir framleiða líknandi heima í Russlandi, og Oreshkin heldur uppá, at tiltøkini ikki fara at ávirka makrobúskaparligu støðuna hjá Russlandi. Í mars legði USA 25 í innflutningstolli á stál og 10 á aluminium. Eitt stig, sum fyrst av øllum hevði til endamáls at raka innflutning úr Kina. Russland brúkar síni rættindi í Alheims Handilsstovninum, WTO, og stigini nú móti amerikanska innflutninginum taka vit fyri at fáa javnvág í, sigur russiski búskaparmálaráðharrin sambært Reuters. Í mai 2016 varð Jákup Petur skurðviðgjørdur fyri diskusprolaps fyri aðru ferð, men skurðviðgerðin eydnaðst ikki sum ætlað. Jákup Petur hevði nógva pínu og fekk lítið og einki gjørt. Eftir tríggjar mánaðir sum seingarliggjandi tók hann seg saman og byrjaði stillisliga at arbeiða og at venja. Tað byrjaði at ganga framá og í dag, tvey ár seinni, hevur hann luttikið í sínum fyrsta triatlon og skal í heyst vera við til HM í triatlon í Suðurafrika. Eitt sera álvarsligt mál kundi verið umgingið, um Almannaverkið ikki hevði noktað einum ungum manni ta viðgerð, sum læknarnir á psykiatriska depilinum viðmæltu. Tað segði Jógvan Páll Lassen, verji hjá einum 22 ára gomlum manni, sum varð dømdur til sálarfrøðiliga viðgerð í óásetta tíð í sonevnda øksarmálinum . Maðurin fekk staðfest sálarsjúku í 2011, men hevur onga hjálp fingið, sigur verjin, hóast læknarnir høvdu funnið eitt pláss til hann í Danmark. Stjórin í Almannaverkinum, Edvard Heen, kann ikki úttala seg um einkultmál, men sigur, at tað, sum ofta er galdandi í tílíkum málum, er, at tey hoyra undir fleiri myndugleikar, og tað kann hava avbjóðingar við sær. Men seinnu árini eru mynduleikarnir blivnir betri til ar arbeiða saman. Øksarmálið var eitt sera álvarsligt mál. Tveir mans, tann eini er sálarsjúkur, høgdu ein annan mann við øks so illa, at hann mundi doyð. Nú endaspælið í heimsmeistarakappingini í fótbólti fyri manslandslið er í Russlandi í døgunum frá 14. juni til 15. juli frætta vit hvønn dag eftir høvuðstíðindasendingina á middegi nýggjastu HM tíðindini. Fólkatalið í Havnini er nógv vaksið seinastu árini, og tí er bráðfeingis tørvur á fleiri kommunulæknastørvum í Tórshavnar kommunu. Tórshavnar kommuna boðar í tíðindaskrivi frá, at nú verður farið undir at innrætta fimm nýggjar kommunulæknaviðtalur á Kirkjustræti í Hoyvík, sum væntandi verða lidnar um eitt ár. . Í løtuni eru høli til 13 kommunulæknaviðtalur í Havnini, men orsakað av støðugum fólkatalsvøkstri, er tørvur á fleiri. Landsstýriskvinnan í heilsumálum hevur játtað at seta tvey kommunulæknastørv afturat, tá høli eru tøk til hetta. Umsitingin hevur arbeitt við at finna hóskandi loysnir á bráðfeingis trupulleikanum, sum er at finna høli til ny ggjan kommunulækna og at endurny ggja viðtalurnar á Frúutrøð og í Berjabrekku, sum ikki longur eru mettar tíðarhóskandi, stendur í tíðindaskrivinum. Umsitingin metir, at besta loysnin er at leiga ein bygning í Hoyvík, sum verður innrættaður til fimm kommunulæknaviðtalur. Bygningurin stendur í løtuni í gerð, og kommunan fær tí høvið at avgera innrættingina av bygninginum, soleiðis at hann verður vælegnaður til kommunulæknaviðtalur, umframt at ávirka, at krøv til kommunulæknaviðtalur verða uppfylt. Bygningurin er umleið 1250 fermetrar til støddar í tveimum hæddum við 40 parkeringsplássum. Atkomuviðurskiftini eru góð, og kommunan væntar at bygningurin verður klárur til innflyting um eitt ár. Trivnaðarnevndin hevur mælt býráðnum til at heimila umsitingini at gera leigusáttmála við útleigaran av Kirkjustræti 2. Málið kemur fyri á býráðsfundi í kvøld. Boðið verður til almet yoga á Tórsbreyt, og ikki er neyðugt at duga at standa á høvdinum fyri at vera við. Fyriskipararnir Elisa Vang og Turið Gaard Hansen vóru á gátt hjá Summarmorgni. Fýra tættir eru í einari endurskoðaðari vegleiðing, sum ljósmøður, sjúkrarøktarfrøðingar og heilsufrøðingar hava lært um seinastu dagarnar Bróstageving er felags foreldrauppgáva Týdningarmikið er, at móðir og barn eru húð ímóti húð Týdningarmikið er, at barnið ofta verður lagt til Týdningarmikið er, at mamman og barnið eru í góðari fysiskari støðu, tá ið barnið fær bróst. Fyrireikararnir vóru Sanna Hansen og Durita Restorff, og Summarmorgun var og vitjaði á skeiðnum. Brian Mikkelsen, sum hevur verið vinnumálaráðharri, gevst í politikki. Hann hevur fingið stjórastarv í áhugafelagsskapinum, Dansk Erhverv. Í morgin fer Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, til drotningina, har hann fer at kunna hana um, hvør skal verða nýggjur vinnumálaráðharri. Amerikanski forsetin, Donald Trump, skrivaði í gjárkvøldið undir eina fyriskipan, sum skal forða fyri, at migrantfamiljur verða skildar sundur við landamarkið millum Amerika og Meksiko. Vit skriva undir fyriskipan, sum eg haldi hevur týdning, samstundis sum vit tryggja, at vit hava sterkt landamark, sigur Trump, sambært Reuters. Forsetin hevur broytt hugsan, eftir hann hevur verið undir sera hørðum politiskum trýsti í USA og nógvum atfinningum frá útlendskum stjórnum. Vaksnir tilflytarar sum komu um markið vórðu settir í varðhald. Sambært amerikanskari lóg, er ikki loyvt at koyra børn í varðhald, og tey vórðu tí koyrd til eitt annað uppihaldsstað. Forsetin hevur givið Demokratunum ábyrgdina av, at familjur hava verið skildar sundur við markið, og Trump hevur verið fyri hvøssum atfinningum í og uttanfyri USA hesar seinastu dagarnar. Men hóast mannagongdin nú er broytt, so hevur Trump lagt dent á, at sonevnda null tolerancan fyri tilflytarar framvegis skal halda fram. Vit mugu loysa tilflytaratrupulleikan. Samstundis mugu vit vísa styrki við landamarkið, annars koma miljónir av menniskjum ikki túsund, sum tað er nú miljónir av menniskjum fara at floyma inn og yvirtaka landið. Tað skal ikki henda, hevur forsetin sagt. Nýggja fyriskipanin sigur tó einki um, hvat skal henda við teimum 2.342 børnunum, sum longu eru tikin frá 2.206 foreldrum tíðarskeiðið frá 5. mai til 9. juni í ár. Amerikanskir myndugleikar siga, at hesi børn sleppa ikki aftur til familjuna, meðan foreldrini bíða eftir at teirra mál verður viðgjørt. Vit vildu ikki koma í hesa støðuna. Men einvísa og órímiliga avgerðin um at leggja toll á stál og aluminium úr ES londum hevur við sær, at vit hava ikki aðrar møguleikar, sigur Cecilia Malmstrøm, ES nevndarlimur í handilsmálum. Mett verður, at amerikanskar vørur fyri 2,8 milliardir evrur, ella 21 milliardir krónur í okkara peningi, verða raktar av revistollinum. Tað hendir, eftir at Róðrarsambandið hevur fingið klagu frá Hvalvíkar Streymnesar Róðrarfelag um róðurin hjá fimmmannaførum hjá gentum. Blikur vann hendan róður, Falkur gjørdist nummar tvey og Drekin nummar trý. Róðrarsambandið boðaði í gjár frá, at nevndin hevur hugt eftir upptøkunum hjá dómarnum úti á startstongini, og at Hvalvíkar Streymnesar Róðrarfelag hevur fingið viðhald í kæruni. Sambært Róðarsambandinum eru tað ikki minni enn átta bátar, sum tjóvstartaðu. Tí hevur Róðrarsambandið gjørt av at ógilda úrslitini frá Eystanstevnuróðrinum. Tá støðan er soleiðis, so hava vit ikki annan møguleika enn at døma umróður, sigur Annika Dalsgarð, forkvinna í Róðrarsambandinum. Úrslitið frá Eystanstevnu er ógildað, tað vil siga, at øll stigini verða tikin burtur frá bátinum, og umróður verður á jóansøku, sigur forkvinnan. Sostatt verður umróður á jóansøku eftir, at 10 mannaførini hava róð, tað vil siga leygardagin tann 23. juni 2018. Tað merkir eisini, at fimmmannaførini hjá gentum rógva tvær ferðir á jóansøku. Hetta er ein forferdiliga keðilig støða fyri teir bátarnar, sum kappast erliga. Tí man veit ikki, hvussu úrslitið verður til næsta róðurin, og hetta er ein sera óheppin støða, sigur Annika Dalsgarð, forkvinna í Róðrasambandi Føroya. Genturóðurin á Eystanstevnu sæst her. Millum annað hendan spurning setti Summarmorgun Sissal Kristiansen. Íslendingar hava dugað væl at bygt eitt umhvørvið kring landsliðið, sum flest øll kunnu kenna seg aftur í, og samstundis er hetta sera góð marknaðarføring fyri Ísland. Nýggi vinnumálaráðharrin, Rasmus Jarlov, varð valdur inn á Fólkating í 2015, og hevur verið framsøgumaður fyri konservativa flokkin í fleiri málum. Brúkarar á Twitter skrivaðu ígjár, at um Jacinda átti 20. juni, sum hon gjørdi, so fer barnið at hava føðingardag sama dag, sum William prinsur og fyrrverandi pakistanski forsætisráðharrin, Benazir Bhutto, sum varð fyrsti og higartil einasti leiðari, sum hevur átt, meðan hon var í embæti sínum tað var í 1990. Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður, sum hevur svarað einum spurningi frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, um møguleikan at sleppa av við ull í ár. Høgni Hoydal sigur, at Búnaðarstovan fór á sumri í fjør undir samstarv við Sp f Navia á Toftum um eina menningarætlan fyri føroysku ullini. Hendan menningarætlanin er nú komin so langt, at øll fyrsta floks ullin frá ullarmóttøkuni í 2016 er vorðin virkað til 100 prosent føroyskt tógv. Amerikanararnir Nile Rodgers , Pharell Williams og annað vóru gestatónleikarar og solistar. Farið var eftir einum seint sjeytiárini soundi, ið Nile Rodgers kundi umboða við sínum royndum frá Chic, Sister Sledge, og øðrum. Daft Punk er ein elektronisk duett, ið fyrst og fremst ger og spælir sín tónleik á synthezisara. Daft Punk varð stovnaður í 1993 og fyrsta staklagið, The New Wave, var til taks árið eftir, 1994. Fyrsta albumið hjá bólkinum, Homework, har eyðkennislagið eisini er á, varð givið út í 1997 og tilsamans hevur bólkurin gjørt fýra vanlig studioalbum eina útgávu við uppruna filmtónleiki, umframt savns og konsertútgávur. Og tá eru stakløgini ikki nevnd, ið mangan eru ein fortreyt fyri at selja móðurplátuna. Eftirgjørdu sangljóðini verða gjørd við einum sokallaðum vokodara. Ljóðið verður minni og kensluleysari, júst sum vit kenna tað frá robottum. Tað er líkasum meginreglan hjá Daft Punk, at allur sangur fer gjøgnum ein vokodara, og alt verður spælt við synthezisara. Men á fjórðu útgávuni í 2013 var ætlanin ein heilt onnur. Bæði vokadarar og synthezisarar verða nýttir á Random Access Memories , men í nógv minni mun enn á undanfarnu útgávum. Her eru tónleikarar, ein ørgrynna av gestasangarum og intstrumentalistum úr ovastu dygdarskuffu. Ein trummusláari á Off The Wall Temaplátuni hjá MJ er við, heimsins kendasti rútmugittaristur, Nile Rodgers spælir á trimum løgum, seks forsangarar taka lut og syngja í flestu førum, sum teir vanliga gera, tó onkur nýtir vokodaran, sum eg kundi lagt afturat er ein av teimum gomlu og ikki ein, sum er innbygdur í ljómborð, ið er tað vanligasta hjá Daft Punk. Nile Rodgers úr Chic varð uttan iva boðin við, tí útgávan skuldi vera ein kvøða til amerikanska dance tónleikin í seinnu helvt av 70unum og 80unum, tó vit kunnu siga, at her hittast nútíð og tátíð, og nakað av tí besta kemur burtur úr. Eisini er Europa umboðað við bæði Giorgio Moroder og Kraftwerk ávirkan. Temaplátan í Plátubarrini, Random Access Memories , er ein hittpláta, ið var nummar eitt á øllum teimum vesturlendsku hittlistunum í 2013, einamest tí løgini Get Lucky og Loose Yourself to Dance eru á henni. Tann millum ungdómin sera kendi Pharell Williams sang bæði hasi. Eg kundi lagt afturat, at ikki øll stakløgini verða tikin við í tematáttin. Instant Crush fer at liggja eftir, album lagið Motherboard verður heldur ikki spælt, meðan onnur løg verða stytt nógv millum annað tí tey antin eru ov drúgv ella í støðum høvdu havt gott av at verið stytt sambært vertinum, altso. Random Access Memories frá 2013 er ein rættiliga sjáldsom útgáva, tí hon er bæði fyri ung og tilkomin. Hon er modernað, men eisini umboðar hon stílir, ið vóru frammi fyri bæði 30 og 40 árum síðan. Borgarstjórin á Sandi vísir á, at tá fyrsta skotið varð latið av í samband við Eysturoyartunnilin, fingu kommunurnar innbjóðing til hátíðarhaldið, bæði á Strondum og á Hvítanesi. Borgarstjórin á Sandi sigur seg hava boðað tunnilsfelagnum frá, hvat hann heldur um framferðarháttin. Hann sigur seg tó onga grundgeving hava fingið frá tunnilsfelagnum um, hví hesin leistur er valdur. Mítt uppskot var, at kommunurnar í oynni høvdu ein leiklut, tá fyrsta skotið fyri Sandoyartunlinum varð latið av. Til dømis við at kommunurnar í felag skipaðu fyri einum tunnilsdegi í oynni. Men í staðin endaði hetta sum eitt politiskt stunt. Sum sjálvprofilering, sigur Brandur Sandoy. Var ætlanin at hava eitt savnandi tiltak, so var at halda politikararnar uttanfyri. Tað kundi tildømis verið eitt hugskot at latið elsta fólk í Sandoynni skotið fyrsta skotið fyri tunlinum, sigur borgarstjórin á Sandi. Sunnudagin skuldi vera opið hús í Posthúskjallaranum í samband við muslimsku hátíðina Eid ID. Tiltakið var fyriskipað í samstarvi við partar av Tórshavnar kommunu, sum eisini lýstu fyri tiltakinum. Men brádliga fingu fyriskipararnir boð um, at tiltakið kundi ikki vera í Posthúskjallaranum kortini. Seinnapartin sendi Bjørgfríð Ludvig, kommunustjóri,ein teldupost. Hon skrivar millum annað, at tað var eitt mistak, at tað bleiv lýst fyri tiltakinum. Tí talan var um eitt tiltak, ið ikki rúmast innanfyri reglugerðina fyri Posthúskjallaran, skrivar Bjørgfríð Ludvig, kommunustjóri. Tað ber til at røkka málinum, at allur streymur verður framleiddur úr varandi orku í 2030. Men hitt málið at helvtin av øllum sethúsum og bygningum skulu hava grønar hitaskipanir í 2025 verður ikki rokkið uttan so, at forboð verður sett fyri nyggjum oljufýrum, sigur verkætlanarbólkurin, sum í dag hevur lagt fram eina orkupolitiska ætlan fyri Føroyar. Fólk sum gera seg kynsliga inn á børn skulu haldast burtur frá at arbeiða við ungdómi í fótbólti. Tað hevur Fótbóltssamband Føroya sett sær fyri, og tí fara tey skjótt at krevja barnaváttan frá fótbóltsvenjarum,sum vera settir at venja børn og ungdóm upp til 15 ár. Tað hendir, eftir at Róðrarsambandið hevur fingið klagu frá Hvalvíkar Streymnesar Róðrarfelag um róðurin á Eystanstevnu leygardagin, har heili átta bátar tjóvstartaðu. Ein arbeiðsvanlukka á Varðanum Pelagic á Tvøroyri hevur kravt eitt mannalív. Løgreglan fekk fráboðanina beint eftir klokkan 16.00 seinnapartin í gjár. Leivur Persson, stjóri fyri Arbeiðseftirlitið, sigur, at tey fingu boðini stutt eftir klokkan 4 seinnapartin í gjár, at ein 56 ára gamal maður var yvirkoyrdur av eini lyft. Leivur Persson sigur, at tað er enn ógreitt, hvat er hent. Nógv virksemi er í gongd á Varðanum Pelagic, nú virkið verður bygt uppaftur, og tí er sannlíkt, at vitni eru, sum hava sæð tilburðin. Ein 29 ára gamal tunesi, sum varð handtikin í Køln í síðstu viku, hevði eftir øllum at døma ætlanir um at fremja lívfrøðiligt álop við eiturevninum, ricin. Hetta er fyrstu ferð, at ætlan um álop við lívfrøðiligari bumbu hevur verið so væl fyrireikað, sigur stjórin í týsku samveldisløgregluni, við sjónvarpsstøðina, ARD. Ricin er fleiri túsund ferðir sterkari enn til dømis cyanid, og evarska smáar nøgdir kunnu drepa fólk, sum anda tað í seg. Einki mótevni er tøkt. Týska blaðið Der Spiegel veit at siga, at tunesin brúkti eftir øllum at døma eina vegleiðing um at gera ricinbumbuna, sum yvirgangsfelagsskapurin, Islamskur Statur, hevur lagt út á internetið. Vøran er seld í føroyskum handlum, og hevur tú keypt tær ein citrónmána til kaffi í morgun, so skalt tú annaðhvørt koyra vøruna burtur ella lata vøruna aftur, har hon er keypt, skrivar Heilsufrøðiliga starvsstovan á heimasíðuni. Skúlin á Bø tørvar stórar ábøtur, og nú kommunan frammanundan hevur ein gamlan skúla, sum er umvældur, hevur býráðið samtykt at taka skúlan á Bø niður. Hetta arbeiðið verður gjørt í summar. Hans Pauli Joensen bygdi sethúsini á Bø í 1923 1924. Hans Pauli var skipari og handilsmaður og hevði matvøruhandil í kjallaranum í fleiri ár. Tá skúlin í Bø er tikin niður, verður økið hampað og ætlanin er at gera hugnaligt trivnaðarøkið har. Gomlu trøini verða varðveitt og gerast partur av trivnaðarøkinum, skrivar Sunda kommuna. Føroya Rættur skal nú taka støðu til, um landsstýrið í 2016 og aftur í 2017 hevði loyvi til at sleppa manningunum undan at gjalda sín part av rokningini, tá kvotur vórðu keyptar á royndaruppboðssølu. Reiðarafelagið stevndi í gjár Fiskimálaráðnum við kravi um, at áseting í grein 7, stk.2, í lógini um royndaruppboðssøluna er ógildug. Felagið metir, at við galdandi býtisprosenti hevur uppboðssølulógin fyri 2016 flutt virðir frá reiðaríunum til manningarnar fyri umleið 17,7 milliónir krónur. Í stevningini vísir Reiðarafelagið á, at í 2017 var støðan meinlík støðuni í 2016. Tí tekur felagið fyrivarni fyri at víðka sakarkravið til eisini fevna um uppboðssølulógina fyri 2017. Umframt at vilja hava Fiskimálaráðið at viðurkenna, at grein 7, stk.2, í uppboðssølulógini frá 2016 skal vera ógildug, so krevur Reiðarafelagið í øðrum lagi, at Fiskimálaráðið skal viðurkenna, at henda greinin er beinleiðis ognartøkuinntriv í rættindini hjá reiðarum. Norski hópdrápsmaðurin, Anders Behring Breivik, sum nú rópar seg Fjotlof Hansen, hevur stevnt norska statinum fyri ómenniskjaliga og niðrandi viðferð í fongslinum. Hann bresti ein bumbu í stjórnarbygninginum í Oslo, har átta fók lótu lív, og síðani skeyt hann 69 børn og vaksin, sum vóru stødd á eini ungdómslegu hjá norska arbeiðaraflokkinum á oynni Utøya. Føroyingar yvirtóku veðurtænastuna í 2009, men síðani tá er lítið og einki hent. Hetta skal nú broytast. Fiskimálaráðið hevur sett ein arbeiðsbólk, sum skal koma við einum tilmæli um eina føryska veðurtænastu, ið er lagað til føroysk viðurskifti og til tørvin hjá føroyska brúkaranum. Hoyr Alix Rasmussen, veðurfrøðing og Hanus Kjølbro, veðurkønan, sum eru í arbeiðsbólkinum, greiða frá. Meðan onnur lond stríðast við at leggja káplar, sum skulu tryggja skjóta sambandið kunnu vit føroyingar klappa okkum sjálvar á herðarnar. At kalla allar bygdir og býir í Føroyum eru koplaðar til fipurkáplar, sum tryggja skjótu ferðina men vantar einans at leggja káplarnar inn til hvørt húsarhald. Uni Holm Johannesen prátaði við fýra fólk, sum antin búgva ella starvast í Sandoy, um sandoyartunnilin, sum fekk fyrsta skotið í gjár. Tørvur er framvegis á at endurreisa búskapin, og Grikkaland hevur framvegis tørv á vælvild frá Evropa. Grikkaland hevur sjálvt gjørt nógv fyri at koma úr kreppuni, og tað er nýggja avtalan viðurkenning um, sigur Las Olsen við Ritzau. Grikkaland sleppur at útseta afturberingina av nærum 100 milliardum evrum, sum landið skyldar. Samstundis fáa grikkar 15 milliardir evrur í búskaparligari innspræning. Landið hevur verið um at fara á húsagang fleiri ferðir, og sum fyrsta land í heiminum var Grikkaland í vanda fyri at verða tveitt úr evrupsamstarvinum, skrivar Ritzau. Heildarráðgevingin í sambandi við arbeiðið at byggja heim til børn og ung við autismu við Kvíggjartún á Argjum verður nú boðið út. Landsverk skrivar, at búfólkini skulu kenna seg væl í heimligum og tryggum umhvørvi. Somuleiðis skal heimið vera opið fyri heimabúgvandi børnum og ungum við autismu, har hesi koma á virkniseindina at gagnnýta ymsar hentleikar, sum eindin hevur at bjóða. Í síðstu viku var støðan spent, tí bæði Italia og Malta sýttu fyri taka ímóti neinum skipi við 600 flóttafólkum. Endin var, at Spania játtaði at taka ímóti teimum. Í næstu viku fara ríkis og stjórnarleiðararnir í ES at viðgera eitt uppskot um at hýsa flóttafólkum og tilflytarum, sum biðja um politiskt friðskjól, í miðstøðum aðrastaðni enn í Evropa. Italia og fleiri onnur ES lond hava leingi strongt á at skipa eitt menningararbeiði í Afrika, so fátæk fólk ikki enda í hondunum á mannasmuglarum í vónini um at fáa eitt betri lív í Evropa. SEV megnar ikki einsamalt at framleiða streym úr varandi orkukeldum, um vit skulu liva upp til orkupolitisku ætlanina hjá samgonguni. Tað sigur Hendrik Egholm, forstjóri í Magn. Framleiðslan av grønari oku má økjast 3,5 ferðir innan 2030, um orkupolitisku málini hjá samgonguni skulu røkkast. Tað er ein av niðurstøðunum í orkupolitiska álitinum, sum varð handað landsstýriskvinnuni í orkumálum í gjár. Ætlanin hjá samgonguni er, at helvtin av allari upphiting á landi skal vera grøn í 2025, og øll elorka á landi skal skal koma frá varandi orkukeldum í 2030. Men fyri at røkka hesum málinum, so mugu privartir aktørar eisini sleppa framat at selja beinleiðis til brúkaran, sigur forstjórin í Magn, Hendrik Egholm. Sum støðan er í dag, er tað bara SEV, sum kann selja streym beinleiðis til brúkaran, og tí kann tað ikki loysa seg fíggjarliga hjá privatum aktørum at gera íløgur í grøna orku, sigur Hendrik Egholm, sum vil hava lógina broytta. Vit vilja gjarna spæla ein týdningarmiklan leiklut á hesum marknaðinum, men vit merkja ikki ordiliga tað, at politiska skipanin og orkubólkurin, sum hevur gjørt ætlanina, hava sama hug, sigur hann. Eg haldi tey undirmeta uppgávuna, og tey vilja gera stórar kollveltandi broytingar uttan at broyta lógarverk og marknað, soleiðis at tað líkist londini rundan um okkum, sigur forstjórin í Magn. Á forsíðuni sæst amerikanski forsetin, Donald Trump, og ein lítil grátandi genta, sum er ímyndin av tilflytarapolitikkinum, sum Trump hevur sett í gildið. Í apríl mánað kunngjørdi amerikanski løgmálaráðharrin, Jeff Sessions, eina sokallaða null hugsjón , har øll, sum verða tikin fyri ólógliga at ætla sær inn í landið, skulu ákærast fyri brot á revsilógina. Null hugsjón politikkurin hevur við sær, at hópatal av børnum eru tikin frá sínum foreldrum við markið til Meksiko. Foreldrini verða sett í fongsul, til tey skula fyri rættin. Børnini verða sett í annað varðhald undir verju av eini undirdeild hjá Heilsu og almannatænastuni. Video og ljóðupptøkur eru eisini komnar undan kavi, har marknavørðir royna at sissa grátandi børnum, hvørs foreldur eru flutt í fongsul. Hesar upptøkurnar hava elvt til ramaskríggj um tilflytarapolitikkin hjá USA innan sum uttanlands. Trýstið á amerikanska forsetan gjørdist so stórt, at Donald Trump herfyri skrivaði undir eina fyriskipan, sum skal forða fyri, at migrantfamiljur verða skildar sundur við landamarkið til Meksiko. Gentan á myndini er tvey ára gomul, hon er frá Honduras, og sambært myndamanninum varð gentan tikin frá mammu síni við markið millum Meksiko og USA. John Moore, ið hevur tikið myndina av gentuni, sum á forsíðuni er klipt saman við eini mynd av Donald Trump, hevur greitt frá, hvussu hart tað var, at vera myndamaður við markið millum Meksiko og USA. Sambært Reuters, ið hevur verið í sambandi við pápa gentuna, varð gentan ikki tikin frá mammu síni. Reuters skrivar, at bæði genta og mamma eru afturhildnar við markið til USA, har mamman hevur søkt um friðskjól. Umboð fyri uttanríkisráðið í Honduras hevur eisini váttað hetta. Nýggja fyriskipanin, ið skal forða fyri sundurskiljing, og sum Trump skrivaði undir fyri stuttum, sigur tó einki um, hvat skal henda við teimum 2.342 børnunum, sum longu eru tikin frá 2.206 foreldrum tíðarskeiðið frá 5. mai til 9. juni í ár. Amerikanskir myndugleikar siga, at hesi børn sleppa ikki aftur til familjuna, meðan foreldrini bíða eftir, at teirra mál verður viðgjørt. Í annaðkvøld klokkan 18.30 verður frumsýning í Norðurlandahúsinum við nýggja filminum Nina. Hetta er ein spælifilmur, sum snýr seg um eitt ungt danskt par, sum flytir til Føroya og búsetir seg í Mikladali. Maðurin fær arbeiði í Klaksvíkar Sjúkrahúsi, meðan konan gongur í einsemi í Mikladali. Hon revsar unnusta sín í einari roynd at fáa hansara kærleika. Filmurin Nina, ið er 80 minuttir langur spælifilmur, er ein føroysk donsk verkætlan, sum Maria Winther Olsen stendur fyri. Hon hevur sjálv skrivað bæði søgu og handrit. Talan er um ein lág budget film, sum kostar beint yvir milliónina. Hoyr Mariu greiða frá í vikuskiftissendingini, hvussu trí ára langa arbeiðið við verkætlanini hevur hevur gingið Tað eru mong ár síðani, vit á fyrsta sinna hoyrdu bulgarskan sang sungnan í Føroyum av føroyskum sangarum. Tað byrjaði í 2007, tá Katrina Petersen, sum tá búði í Føroyum, stovnaði sangbólkin Kata. Uppskriftin ljóðaði uppá bulgarskan sang. Íblásturin til hetta hevði hon fingið frá sínari sangligu fyrimynd Kate Bush, sum í 80 unum sang saman við Trio Bulgarska, trimum songkvinnum úr Bulgaria. Katrina Petersen flutti til Danmarkar í 2009, men sangbólkurin Kata helt fram at syngja í Føroyum og útbygdi sítt repertoire við skjaldrasangi og øðrum. Katrina Petersen er í hesum døgum í Føroyum saman við kórinum Usmifka, sum á bulgarskum merkir smíl . Kórið skal hava konsert í Norðurlandahúsinum sunnudagin klokkan 14 saman við Kata. Katrina Petersen og Unn Patursson eru gestir í vikuskiftissendingini. Vikuskiftissendingin var til staðar Undir Bryggjubakka grønlendska tjóðdagin, tá Norðlýsið legði Undir Bryggjubakka í Havn. Hendan dagin hevði grønlendska felagið í Føroyum, sum var í rættiligum veitsluhýri hendan dagin, leigað skipið til ein túr runt um Nólsoynna. Birgir Enni, sum er skipari á Norðlýsininum, hevur úr at gera í hesum døgum. Hann siglir við øllum fólkasøgum, men tó er tað mest føroyingar, sum bílleggja túrar. Tað er ikki hvønn túr, at Birgir Enni ger mat til ferðafólkið, men hendan dagin hevði hann lovað gestunum at borðreiða við síni víðagitnu fiskasúpan. Hoyr innslagið her Komandi 12 árini er tørvur á íløgum fyri tvær milliardir krónur. SEV kann gera tað einsamalt, sigur nevndarformaðurin, men tekniski stjórin í Magn er ósamdur. Eitt er el framleiðslan. Nakað annað er at fáa fólk at skifta frá olju til streym. Tað málið verður neyvan rokkið, at helvtin av øllum húsarhaldum skulu hava fingið sær grøna orku í 2025. Meirvirðisgjaldið verður goldið aftur, men fleiri tiltøk eru neyðug sigur Kári Mortensen, deildarleiðari á Umhvørvisstovuni. Í morgin verður filmurin NINA frumsýndur í Norðurlandahúsinum. Filmurin er fyri tað mesta er tikin upp í Mikladali, og hann er fyrsti SPÆLIFILMURIN hjá leikstjóranum Mariu Winther Olsen. Filmurin er 80 minuttir, og tað kostaði okkurt um eina millión krónur at gera filmin. Filmurin verður við á nøkrum útlendskum festivalum seinni í ár, áðrenn hann verður vístur í biografunum í Føroyum. Fyri nøkrum árum síðani gavst Hotel Norð á Viðareiði at hava opið fastar tíðir vegna minkandi virksemi. Nú eru ferðafólkini komin aftur og hotellið ætlar at økja um sítt virksemi aftur. Sjónvarpið hevur vitja á Viðareiði, nú hotellið verður umbygt og nútímansgjørt. AB B36 1 4 0 4 16 minuttir. 0 1 Kaimar Saag 20 minuttir. 0 2 Robert Heðin Brockie 38 minuttir. Reytt kort Árni Olsen, AB 39 minuttir. 0 3 Lukasz Cieslewicz brotsspark 43 minuttir. 0 4 Kaimar Saag 79 minuttir. 1 4 Bárður Olsen Fótbóltur er ein tann best dámda ítróttargreinin í Føroyum, ja í øllum heiminum. Og beint nú eru nógv Í Evropa serliga spent uppá bóltspælið. Vit hoyra útvarpsleikin Klintrimús og hini dýrini í Valbakkaskóginum. Thorbjørn Egner skrivaði og Eyðun Johannesen týddi til føroyskt. Eyðun Johannesen er frásøgufólk. Tey leikandi eru Elin K. Mouritsen, Rólant Samuelsen, Margretha Næss, Óli Kurt Hansen, Olver Næss, Herman Jacobsen, Árni Joensen, Rosa á Rógvu Joensen, Erling Johannesen, Anna Olsen, Elinbjørg Højgaard, Gulla Øregaard, Gunnvør Jensen og Petur Pauli Poulsen. Nú láta tjøldur burturi og hjá er heitið á ljóðmynd, sum var gjørd í samband við Grækarismessu í 1999. Vit hoyra um tjaldrið, sum tjóðarímynd og um Grækaris hin mikla frá einum søguligum sjónarhorni. Erling Isholm og Jonna Fritsdóttir Mortensen hava skrivað og lagt til rættis. Tey sum lesa eru Katrin Nolsøe, Jonna Fritsdóttir Mortensen og Erling Isholm. Arthur Ryggstein og Bjarti Mellemgaard Henriksen skuldu eftir ætlan heim til Føroya við flogfarinum hjá Atlantsflogi á middegi týsdagin, men eingin hevur frætt frá teimum, síðan teir vóru á veg á flogvøllin í Kastrup. Bara eitt prosent av bygningunum hjá tí almenna verða í dag hitaðir við grønari orku, men hetta talið skal økjast mundandi næstu árini. Í orkupolitiska álitinum, sum varð handað landsstýriskvinnuni í orkumálum, Sirið Stenberg, fyrr í vikuni, er ein av niðurstøðunum, at við at seta fimm millónir av um árið til orkuskipanir, so kunnu 33 prosent av bygningunum hjá tí almenna verða hitaðir við grønari orku í 2023. Tekniski stjórin á Magn, Finn Jakobsen, metir ikki, at fimm milliónir áliga er nokk at røkka málinum í 2023, um at 33 prosent av almennum bygningum mált í fermetrunum, kunnu verða hitaðir við grønari orku. Nummar Bátanavn Tíð Stig Gult kort Reytt kort 1 Falkur 05.57.11 7 0 0 2 Tambar 05.57.13 6 0 0 3 Blikur 05.58.24 5 0 0 4 Drekin 05.59.45 4 0 0 5 Beinta 06.00.46 3 0 0 6 Báran 06.02.30 2 0 0 7 Kollur 06.08.10 1 0 0 8 Sílið 06.15.07 0 0 0 9 Fenja 06.18.47 0 0 0 10 Frúgvin 06.19.40 0 0 0 11 Royndin Fríða 06.30.35 0 0 0 12 Stubbin 06.31.11 0 0 0 13 Knúkur 06.44.17 0 0 0 Teir hava annars verið eftirlýstir í Danmark. Teir skuldu eftir ætlan heim til Føroya við flogfarinum hjá Atlantsflogi á middegi týsdagin. Men teir komu ikki umborð á flogfarið, og eingin hevði frætt frá teimum, síðan teir vóru á veg á flogvøllin í Kastrup. Teir høvdu heldur ikki verið á sosialu miðlunum síðan týsdagin. Teir hava nú latið frætt frá sær úr Malmø og hava tað gott, skrivar in.fo. Nummar Bátanavn Tíð Stig Gult kort Reytt kort 1 Sølmundur 05.39.48 7 0 0 2 Páll Fangi 05.51.40 6 0 0 3 Smyril 05.53.06 5 0 0 4 Lómur 06.18.22 4 0 Nummar Bátanavn Tíð Stig Gult kort Reytt kort 1 Sílið 05.43.22 7 0 0 2 Jallurin 05.44.33 6 0 0 3 Royndin Fríða 05.45.46 5 0 0 4 Drekin 05.46.02 4 0 0 5 Tjaldrið 06.01.32 3 0 0 6 Firildur 06.01.38 2 0 0 7 Silja 06.04.31 1 0 0 8 Ørnin 06.05.21 0 0 0 9 Heykur 06.06.46 0 0 0 10 Ingibjørg 06.09.38 0 0 0 Nummar Bátanavn Tíð Stig Gult kort Reytt kort 1 Páll Fangi 05.33.17 7 0 0 2 Gongurólvur 05.36.13 6 0 0 3 Rádni 05.39.17 5 0 0 4 Sølmundur 05.56.32 4 0 0 5 Lómur 05.59.44 3 0 0 Nummar Bátanavn Tíð Stig Gult kort Reytt kort 1 Erla Kongsdóttir 06.13.26 7 0 0 2 Sílið 06.15.02 6 0 0 3 Jallurin 06.26.47 5 0 0 4 Teistin 06.29.20 4 0 0 5 Blikur 07.02.32 3 0 0 Nummar Bátanavn Tíð Stig Gult kort Reytt kort 1 Ormurin Langi 04.56.35 7 0 0 2 Klaksvíkingur 04.56.43 6 0 0 3 Suðuroyingur 05.00.15 5 0 0 4 Havnarbáturin 05.12.24 4 0 0 5 Drekin Reyði 05.12.31 3 0 0 Umleið 15 fólk vóru løstað í eini spreinging, sum eftir ætlan skuldi beina fyri forsetanum. Talið av særdum kann tó vera hægri, skrivar BBC. Videomyndir vísa Mnangagwa forseta veittra til eina fjøld klokkan 14 í gjár. Hann fer av pallinum og inn í eitt VIP telt nærhendis, og fá sekund seinni brestir ein bumba inni í teltinum. Bulawayo er næststørsti býur í Zimbabwe og ein háborg hjá andstøðuni í Zimbabwe. Sambært viðmerkjarum hjá BBC hevur Mnangagwa forseti nógvar fíggindar bæði fyri at fella fyrrverandi forsetan, Robert Mugabe, og fyri at vera ein av nærmastu stuðlunum hjá Mugabe gjøgnum nógv ár. Orsøkin er, at Dansk Folkeparti hevur boðað frá, at flokkurin ikki vil stuðla sonevnda medieforliget, sum er ein nýskipan av almennum donskum miðlum, um tað vísir seg, at lutvísa sølan av TV2 verður framd. Tað sigur Mette Bock, mentamálaráðharri við Berlingske, eftir at Dansk Folkeparti gjørdi greitt, at flokkurin ikki hevði tað gott við at selja 40 prosent av TV2 til eina privata fyritøku. Vit verða noydd at góðtaka, at vit fáa ikki eina semju um hetta nú. Ein skal ongantíð siga ongantíð í politikki, men tað verður ikki í hesum umfari, sigur Mette Bock. Tað hevur leingi verið ynski hjá stjórnini at selja ein part av TV2 til privatan aktør, men Dansk Folkeparti hevur sett fleiri spurningar til mentamálaráðharran eitt nú hvussu stjórnin ætlar at tryggja, at TV2 framhaldandi fylgir public service leiðreglum, og sendir á leið sama innihald til danskar borgarar, sum tey fáa í dag. Harafturat hevur flokkurin spurt, hvussu vísur ein kann vera í, at høvuðsstøðin hjá TV2 framhaldandi verður í Odense, tá ið nýggjur eigari er í myndini. Peter Skaarup, formaður í tingbólkinum hjá Dansk Folkeparti sær onga orsøk at privatisera partar av TV2. Tað koyrir fínt verður hann endurgivin fyri at siga, og hevur hann skotið upp, at stjórnin sleppur ætlanunum um at selja TV2. Grønlendska manslandsliðið í hondbólti, við Inga Olsen sum venjara, tapti sína hálvfinalu móti Argentina í pan amerikonsku kappingini. Endaliga úrslitið gjørdist 39 17 til Argentina. Argentina var á odda 17 8 í hálvleikinum. Vónirnar vórðu rímiliga góðar áðrenn dystin í gjár, men tað var eitt sterkari argentiskt lið enn hann hevði væntað at hitt, sigur Ingi Olsen. Í hinari hálvfinaluni vann Brasil á Chile og tískil eru tað Brasil og Argentina, ið skula spæla finaluna, meðan Grønland skal spæla móti Chile í dystinum um triðja plássi og bronsumedaljurnar. Samanumtikið er Ingi Olsen væl nøgdur við kappingina higartil. Útgangsstøðið áðrenn kappingina var at spæla seg til hálvfinalurnar, og tað málið er longu rokkið. Ingi Olsen sigur, at teir kunnu ikki lata illa at tá liðið fer úr kappingini eftir dyst móti Argentina, tí saman við Brasil vórðu tey bestu liðini í kappingini. Ingi Olsen hevur eitt ár eftir av sínum sáttmála við grønlendska hondbóltssambandið. Hóast hann sjálvur hevur hug at varðveita venjarasessin sáttmálaskeiðið út, so er enn ikki vist, at hann ger tað, tí hann hevur ikki fingið nøkur boð frá nevndini enn. Grønland og Chile spæla dystin um triðja plássið klokkan 17 seinnapartin í dag. Men dysturin er ikki bara um bronsuheiðursmerkið í hesi kappingini, tí vinnandi liðið tryggjar sær eisini eitt pláss í HM endaspælinum saman við Brasil og Argentina. Tordur Niclasen á Eiði hevur fingist við mangt og hvat. Byrjaði sum sjómaður, verið pleygari og fyrsta mannliga sjúkraystir í Føroyum, løgtingsmaður og landsstýrismaður, leiðari á røktar og ellisheimi og loksins ovasti fyri eldraøkinum í Eysturoynni. Eisini starvast í Eysturgrønlandi fleiri skifti. Tordur er vágamaður, sonur Heina Martin Niclasen úr Sørvági og Valborg Thomassen úr Sandavági. Heina Martin plagdi at lýsa við, at hann var Føroya næstelsti barberur. Barna og ungdómsárini í Vágum vóru hendingarík. Skúlárini vóru góð, um enn disciplinin setti síni krøv. Jón Rasmussen úr Klaksvík og konan Valborg f. Brattaberg úr Vági hava í meir enn 15 ár virkað í Grønlandi. Hann sum verkfrøðingur og hon sum lærari. Tey fyrstu mongu árini vóru tey í Tasilak í Eysturgrønlandi. Jón hevði starv sum kommunuverkfrøðingur, meðan Valborg starvaðist sum lærari í fólkaskúlanum har. Kommunan fevnir um alla Ammassalik leiðina við býnum Tasilak og fleiri bygdum, eitt nú Kulusuk og Kummiut. Fólkatalið er støðugt í økinum, men flutt verður av bygd í bý. Kommunan roynir eftir førimuni at menna liviumstøðurnar hjá fólkinum. Rithøvundurin Jørgen Franz Jacobsen var mammubeiggi Súsonnu Danielsen. Elstur av seks systkjum. Abbi og omma hansara vóru komin úr Keypmannahavn til Føroya í 1880unum. Kona Gamla Restorff í Havn var dóttir tann eldra Jørgen Franz, og hann fekk grundstykki á Skálatrøð. Haðani doyðu tríggjar mostrar Súsonnu út, Anna Katrina, Franciska og Hanna og mammubeiggin Klæmint doyði út av Ellisheiminum. Súsanna situr í dag við húsunum. Hon var borin til garðin í Búðini. Tók ikki við festinum, men gongur á fjall sum hon hevur gjørt, síðani hon var smágenta. Skiparin á flakatrolaranum Ennibergi seinastu 20 árini, Sonny Johannesen í Havn, verður nýggjur gestur í Meg minnist. Sonny fór til skips 14 ára gamal. Skúlaskipið var trolarin Brandur Sigmundarson . Hann búði síni fyrstu ár í Skopun, men húskið flutti í 1956 til Havnar at búgva. Mamman var Semona Jakobsen úr Skopun og pápin Andrias Johannesen úr Hvannasundi. Í Skopun luttóku børnini í arbeiðnum í bø og haga, men Sonna dámdi eisini væl niðri við sjógvin. Í Havn var hann í haganum við teimum grønu skótunum og kríggjaðist sum hinir dreingirnir. Tað var ein avbjóðing hjá Valborg at taka lærarastarv upp á seg í Eysturgrønlandi. Einir 400 næmingar vóru á skúlanum í Tasilak, og har vóru lærarar úr Danmark, Vesturgrønlandi og Eysturgrønlandi. Í Nanortalik og Manitsok, seinnu ár teirra í Grønlandi, fækkaðu donsku lærararnir, og tá Valborg gavst í Manitsok, var hon tann seinasti ikki grønlendingurin, sum fór. Hjúnini góvust í Grønlandi og fluttu til Danmarkar, har tey hava bústað í Næstved. Valborg mælir lærarum, sum ætla sær til Grønlands, til at fara til Eysturgrønlands. Har er móttøkan best. Súsanna Danielsen var stjóri á løgtingsskrivstovuni, til hon legði frá sær í 2014. Hon er útbúgvin løgfrøðingur og starvaðist í landsstýrinum og á landsskúlafyrisitingini, áðrenn hon fekk stjórastarvið í løgtinginum. Í landsstýrinum var hon leiðari á lønardeildini, sum hevði við sáttmálar og samráðingar at gera. Súsanna gekk í bygdaskúlan á Velbastað og fór haðani í realskúla og studentaskúla í Hoydølum. Tey síðstu árini har vóru spennandi við mongum rembingum. Súsanna er dóttir Dánjal í Búðini á Velbastað og Helenu f. Jacobsen úr Gríms Kambansgøtu í Havn. Meðan hann var til skips við Vágbingi kom Tordur fram á eina lýsing, har søkt varð eftir fólki at læra til pleygara. Hann fór undir hesa útbúgving í Danmark í 1969. Her hitti hann menn, sum vóru sjúkrasystrar. Nú søkti hann um upptøku á sjúkraystrarskúlan í Føroyum og slapp inn. Var á Landssjúkrahúsinum, men fór síðani hálvtannað ár til USA á bíbliuskúla v.m. Var aftur á LSH, men ferðaðist í Ísrael 1978 og arbeiddi ein mánað í 1979 á einum heimi í Bethlehem. Á hesi ferð hitti Tordur Sigrun Gunnarsdóttir og bar fram bønarorð. Tey giftust til jólar. Tordur tók í 1983 við sum leiðari á nýbygda Røktar og ellisheiminum í Runavík. Samstundis fluttu tey til Eiðis at búgva. Tordur var við at stovna brævbjálvavirkið Tonito og uppi í at fáa Norðís latið upp aftur sum flakavirki. Tað eydnaðist í 1998. Hann var valdur á ting í 1984 og sat í 14 ár. Eitt skifti í 1989 var hann í landsstýrinum. Í 1992 var flokkurin stovnaður av nýggum sum Miðflokkurin. Tað tók honum dygt, tá hann ikki varð afturvaldur. Hann fór við konu og synum til Kummiut í Eysturgrønlæandi at starvast sum sjúkrarøktarfrøðingur. Tað var ein øðrvísi uppliving. Rakistovan hjá Heina Martini var sum eitt annað undirhús í Sørvági. Har komu fólk at tosa um dagsins mál. Korini vóru mangan smá, men spennandi var at telja pengarnar upp upp undir høgtíðir. Heina Martin ferðaðist um landið sum agentur fyri ymsum vørum, og eina tíð umboðaði hann norskar sildartunnur í Føroyum. Tá stóð stundum væl til. Hann hevði fyrsta stálband í Sørvági. Tordur fór fyrsta túr til skips við sluppini Henry Freemann til Íslands. Síðani fór hann á realskúla, og eftir lokið prógv fór Tordur aftur til skips við toftatrolaranum Havborgini . Teir fóru til Grønlands. Saudiskar kvinnur sleppa nú at koyra bil, eftir at Mohammed Bin Salman, krúnprinsur, hevur ógyldað forboðið móti kvinnuligum bilførarum. Saudi Arabia hevur verið einasta land í heiminum, har kvinnur ikki sleppa at koyra bil. Men krúnprinsurin hevur sett sær fyri at nútímansgera Saudi Arabia, millum annað við at lata kvinnur hyggja at fótbólti á leikvallum, at lata kvinnur sleppa í biograf, og nú at lata kvinnur sleppa at koyra bil. Men, enn er langt eftir á mál, vísa mannarættindafelagsskapir á. Hóast broytingarnar er ikki lætt at vera kvinna í Saudi Arabia, tí fleiri grundleggjandi rættindi vanta. Eitt nú sleppa kvinnur ikki at stovna egna bankakontu uttan loyvi frá manninum. Heldur ikki ber til hjá eini kvinnu at fáa pass, og harvið at ferðast uttanlands uttan loyvi. Heldur ikki kunnu kvinnur giftast uttan loyvi frá einum sonevndum mannfólkaverja ella skiljast uttan loyvi frá manninum, sum tær eru giftar við. Sundurskiljing er eisini í almenna rúminum, tað vil siga, at kvinnur ikki sleppa at sita har sum menn sita, eitt nú á caf ella matstovum. Og enn verður kravt, at kvinnur eru ílætnar ávísan klædnabúna, tá ið tær eru úti. Amnesty vísir á, at størsta forðingin fyri javnstøðu í Saudi Arabia eru lógir um sonevndar mannfólkaverjar tað vil siga, at allar kvinnur hava ein tilnevndan mannfólkaverja, sum í veruleikanum merkir, at kvinnur í Saudi Arabia ikki eru myndigar og harvið heldur ikki frælsar. Samson og pressarin royna í løtuni at fáa fult lastaða bingjuskipið leyst aftur. Hví skipið er komið ov tætt útfyllingini, er enn ógreitt. Løgreglan er eisini á staðnum. Enn er tó ikki til at siga, um skipið lekur ella hvussu stórur skaðin er. Skipið hellir sjónliga. Sambært Boga Nielsen, stjóra á Faroe Ship, sum hevur chartrað Perseus, so er ætlanin, at Brimil skal royna at sleipa Perseus leysan av grótkastinum. Samson og Pressarin hava roynt í ein tíma, tó uttan at skipið hevur flutt seg nevnivert. Kringvarpið hevur tosað við løgreglu, MRCC og Tórshavnar havn fyri løtu síðani, og eingin visti enn at siga, nær hendan royndin verður gjørd. Brimil hevur ligið og bíða eftir boðum frá reiðarínum um at koma at hjálpa, og tá endaligu boðini komu, var skjótt hjá Brimli at sleipa skipið leyst. Sum skilst tekur skipið ikki vatn inn. Tað er enn ógreitt, júst hvat hendi, tá Perseus rendi í grótkastið, Sum sæst á myndini, so vendi skipið útaftur úr Havnini og sigldi seg tá fastan í grótkastið. Men hví Perseus vendi útaftur, vita vit ikki. Turkiski forsetin, Recep Erdogan, er nú einaráðandi í Turkalandi, tí forseta og tjóðartingsvalið í gjár gav honum stóran meiriluta. Somikið stóran, at neyðugt er ikki við einum valumfari afturat. Erdogan hevur sitið við valdið í 16 ár, fyrst sum forsætisráðharri og síðani 2014 sum forseti, og hann er nú valdur aftur fyri eitt fimm ára skeið. Andstøðan stóð seg betri enn leingi, og andstøðuleiðarin, Muharrem Ince, fekk størri undirtøku enn roknað varð við. Hann fekk umleið ein triðing av atkvøðunum. Valstríðið hevur ikki verið rættvíst, hava fleiri evropeisk lond víst á, tí Erdogan hevur fingið nógv meir tíð í almennu miðlunum, enn andstøðuleiðarin fekk. Í fjør var fólkaatkvøða um at broyta grundlógina, so embætið sum forsætisráðharri fellur burtur, og heldur er tað forsetin, sum hevur alt valdið. Hann skal velja stjórnarlimirnar, og hann kann senda tjóðartingið heim uttan at spyrja nakran. Og hann kann eisini vera formaður í flokkinum, sum hann umboðar, og sum hevði framgongd á valinum. Kvotan var í hæddini í 2003 og helt sær har í fleiri ár, men seinastu árini er toskurin minkaður, og tí verður mælt til at áseta kvotuna fyri næsta ár til 100.000 tons minni enn í ár. Í ár mælti ICES til at fiska 712.000 tons av toski í Barentshavinum, men norðmenn og russarar gjørdu av at áseta kvotuna til 775.000 tons. Fiskiskapurin eftir øðrum fiskasløgum norðanfyri 62 stig er eisini minkandi. Mælt verður til at minka kvotuna av hýsu úr 202.000 tonsum niður í 152.000 tons, og kvotuna av upsa úr 172.000 tonsum niður í 150.000 tons í 2019. Tað sigur russiski oljumálaráðharrin, Alexander Novak, hóast londini hava samstykt at vaksa um søluna. Russland mælti á fundi í OPEC til at vaksa um søluna við 1,5 milliónum tunnum um dagin, men londini samdust um at økja søluna við einari millión tunnum. Tað var á fundi fríggjadagin, at OPEC londini samdust um at økja um søluna, eftir at londini hava havt eina avtalu í tvey ár, fyri at oljuprísurin ikki skuldi lækka meir og helst hækka eitt sindur. Avtalan um at minka um oljusøluna varð gjørd í 2016, tá oljuprísurin var 47 dollarar fyri tunnuna. Síðani er prísurin hækkaður og er nú 74 dollarar. Londini í OPEC ynskja at selja meir, so prísurin ikki fer at hækka nógv meir. Eftir avtaluni, sum varð endaliga undirskrivað leygardagin, skal Russland selja 200.000 tunnur av olju afturat um dagin, sigur russiski oljumálaráðharrin. Suðringar HB 1 4 1 2 32 minuttir 0 1 Adrian Justinussen 39 minuttir 1 1 Salmundur Bech 41 minuttir. 1 2 Gr tar Snær Gunnarsson 57 minuttir 1 3 Adrian Justinussen 91 minuttir 1 4 Dan í Soylu Danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, lat eisini væl at fundinum. Hann helt, at talan var um eitt gott orðaskifti. Ikki minst var semja um, hvat ES skal gera við støðuna. Tað kann ikki vera rætt, at tað einans eru londini, sum liggja í útriðini, sum hava allar avbjóðingarnar, meðan hini londini bara taka ábyrgd av teimum, sum fara inn í Evropa, segði hon. Hon segði seg vera samda við Italia, sum nú krevur, at hini londini í ES taka ábyrgd av flóttafólkum, sum verða bjargað í Miðalhavinum. Vit kunnu ikki framhaldandi lata tey londini standa við ábyrgdini, segði Merkel. Tí er neyðugt at londini í felag taka ábyrgd. Hon fór aftur til Klaksvíkar við fólkinum og fór so í Bjargamansdal við einum politisti og sløkkiliðsleiðaranum í Klaksvík. Nú fekk tyrlan sett seg, tí hon var lættari. Hetta hendi, tá bingjuskipið snaraði runt fyri at bakka inn í Havnina. Tað sigur Jónsvein Lamhauge, Havnameistari í Tórshavnar Havn. Nú verða sikkurt onkrar kanningar gjørdar umborð, men tað eru vit so ikki partur av, sigur Jónsvein Lamhauge, sum ikki veit at siga, hví skipið rann á grótkastið. Hann sigur, at grótkastið var uppmerkt sambært galdandi reglum og eftir tilmæli frá Landsverki og Søfartsstyrelsen, og havnafútin sigur, at grótkastið er nóg væl uppmerkt. Tað var um hálvgum tveytíðina í nátt, at sýslumaðurin í Klaksvík, Karl Johansen, fekk boð um eldin frá politistøðini í Havn, tí fólk søgdu seg síggja stóran eld. Hví eldur kom í húsini er ikki greitt, og tað løgna er, at eldurin kyknaði hálvtannað samdøgur eftir, at ungu menninir fóru úr húsunum. Bara øska er eftir av húsunum, og tí er spurningurin, um tað verður bygt uppaftur, sigur Karl Johansen, sýslumaður, sum var við til at byggja húsini í Bjargamansdali í 2014. Umstøðurnar hjá børnum, sum verða innløgd á Psykiatriska depilin, eru ikki nøktandi. Tað er ein av niðurstøðunum hjá løgtingsins umboðmanni, ið hevur verið á eftirlitsvitjan á psykiatriska deplinum. Løgtingsins umboðsmaður hevur biðið psykiatriska depilin greiða sær frá umstøðunum hjá børnum, ið verða innløgd. Har verður millum annað greitt frá, at tað er eingin seingjardeild á deplinum, ið er ætlað børnum, og tískil eru tey saman við vaksnum fólki, ið eisini eru innløgd og brúka millum annað sama bað og vesi sum tey vaksnu á deildini. Tað er ein meginregla á psykiatriska deplinum, at børn fáa egið kamar, og at børn undir 18 ár fáa eina fasta vakt knýtta afturat sær, ið hevur til uppgávu at verða um barnið og at virka sum stuðul hjá barninum. Tað vaktina eigur oftast eitt starvsfólk, ið longu starvast á psykiatriska deplinum. Psykiatriski depilin viðmerkir í kanningini hjá løgtingsins umboðsmanni, at tað kann verða ein stór fíggjarlig avbjóðing at halda fast í meginregluna um fasta vakt til innløgd børn, tí tað er eingin serlig játtan til hesa skipan. Tað leggjast eisini alt fleiri børn og ung inn á depilin, og tí má fígging finnast innan verandi játtar og karmar, ið so hevur við sær, at peningur fer at vanta innan annað økið. Higartil hevur eydnast at hildið fast við meginregluna, men ivasamt er, um tað ber til í longdini. Um fleiri innleggingar verða av børnum, fer tað ikki at bera til við verandi játtan og kørmum , viðmerkja tey av psykiatriska deplinum. Harafturat sigur løgtingsins umboðsmaður í frágreiðingini, at tað eru fleiri onnur viðurskiftir, ið ikki eru nøktandi. Millum annað hava manglandi bú og stovnspláss hjá Almannaverkinum havt við sær, at børn hava verið innløgd á psykiatriska deplinum í staðin, og at dømir eru eisini um børn, ið eru innløgd í styttri ella longri tíð, tí umstøðurnar heima ikki vórðu nøktandi at taka sær av teirra tørvi, ella hava børn verið leingi innløgd, eftir at tey eru liðugt viðgjørd, tí einki búpláss er til teirra nakra staðni. Talið av innløgdum børnum á psykiatriska deplinum hevur verið í vøkstri seinastu árini, og tað verður mett, at tað er ein avleiðing av einum meira víðfevnandi ambulantum barna og ungdómspsykiatriskum virksemi. Seinasta árið hevur serliga verið talan um øktar innleggingar av børnum við etingarólagi. Eitt tvørfakligt toymi hevur verið um tey børnini, ið eru innløgd við etingarólagi, men fleiri av teimum starvsfólkunum eru farin undir aðrar uppgávar, og millum annað manglar eisini ein kostráðgevi á deildini. Tað eru kostráðgevar við servitan innan etingarólag á medisinska deplinum, men vegna umlegging av arbeiðsmannagongdum hava hesi ikki møguleika at luttaka í arbeiðnum á psykiatriska deplinum, stendur at lesa í frágreiðingini. Samanuntikið kann sigast, at løgtingsins umboðsmaður er sera atfinningarsom í síni frágreiðing, og hon mælir til, at viðurskiftini fáast í rætt lag sum skjótast, tí vit hava eina skyldu at taka okkum av hesum viðurskiftum millum annað sambært Barnarættindasáttmálanum hjá ST, ið Løgtingið tók undir við í 1992. Føroya arbeiðsgevarafelag sigur í ársfrágreiðingini fyri 2017, at kappingarførið hjá Føroyum kann betrast enn meira við at dagføra landsins vinnupolitik. Arbeiðsgevarafelagið heldur, at vinnupolitikurin frá 2005, sum hevur støði í einum OECD tilmæli, eigur at verða dagførdur og ongantíð ov skjótt. Allir vórðu afturvaldir, og nevndin heldur tí fram óbroytt. Í nevndini í Arbeiðsgevarafelagnum eru umframt teir tríggjar Bogi Jacobsen, sum er formaður, Kristoffur Laksá, Atli Gregersen, Fróði Magnussen, Jens Meinhard Rasmussen og Odd Eliasen Hon var 15 ára gomul, tá hon setti seg í ein kappróðrarbát fyri fyrstu ferð, og síðani hevur hon vunnið 12 føroyameistaraheiti í kappróðri, sum er tað mesta, nakar hevur vunnið. Jannie Dam Jacobsen er mest vinnandi kappróðrarfólkið í Føroyum, og 10 av teimum 12 meistaraheitunum eru vunnin við seksmannafarinum, Jarnbardi, sum Jannie eisini hevur eitt heilt serligt forhold til. HM bólkaspælið er við at vera liðugt, og nógvir spennandi dystir eru fyri framman. Millum annað skal Ísland spæla avgerandi dyst týskvøldið tann 26. juni, tá teir hitta Kroatia. Vanliga sendir Kringvarpið Dag og viku klokkan 19, men komandi dagarnar verður sjónvarpsskráin broytt, tá HM dystir eru á skránni samstundis sum Dagur og vika. Sendingar á skránni verða framskundaðar ein hálvan tíma, soleiðis at tað ber til at vísa beinleiðis HM fótbólt í sjónvarpinum og ikki einans á heimasíðuni. Hesar dagar verður skráin framskundað. Tað merkir at barnasendingarnar byrja klokkan 17.30, og Dagur og vika byrjar klokkan 18.30. Førarin, sum var einsamællur í persónbilinum, varð fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar. Men sum skilst á vakthavandi á politistøðini fekk førarin ikki stóran skaða. Seinastu fýra árini eru 4 milliónir fólk flýdd úr landinum, og hvønn dag royna fólk í túsundatali at sleppa til grannalondini, Brasil og Columbia. Og støðan stendur við og versnar. Bara einasta árið hevur inflatiónin verið 24.600 . Bara í mai í ár var inflatiónin 110 , og tað hevur við sær, at prísirnir í landinum meir enn tvífaldaðust bara í mai. Nicolas Maduro, forseti, varð valdur aftur í mai og skal sita í seks ár. Hann varð valdur, hóast bæði USA, ES og 14 suðuramerikansk lond løgdu dent á, at tað ikki var farri av demokrati í valstríðnum. Í eini røðu hevur forsetin boðað frá, at minstalønin í landinum skal hækka upp í tríggjar milliónir bolivar, sum er gjaldoyrað í landinum. Men tað munar ikki nógv, tí talan er um 1,14 dollarar. Forsetin boðaði eisini frá, at fólk fara at fáa pengar til mat, men teir pengarnir røkka ikki langt, tí talan er um undir tveir dollarar í virði. Franskir fiskimenn fóru at royna undir Íslandi 300 árum síðani. Tað vóru flandrar úr Dunkirque og grannabygdum, sum løgdu fyri. Teir fiskaðu við smáum skonnartum, sum vóru mannaðar við 12 monnum. Eini 100 ár seinni fóru eisini skonnartir úr Bretagne til Íslands at fiska. Farið varð í februar og komið varð heim aftur í september. Hetta var hart lív og fransar mistu 4000 mans, meðan teir royndu undir Íslandi fram til 20. øld. At vera teimum til hjálpar fóru fransmenn síðst í 1800 talinum at senda hospitalsskip undir Ísland at stuðla sínum fjarskotna flota. Smátt um smátt bygdu fronsku útgerðarmneneninir størri og tryggari skonnartir til íslandsfiski skapin, men viðurskiftini umborð batnaðu ikki fyrrenn ein rørsla tók seg upp, sum vildi bøta um tær harðbalnu umstøðurnar, sum íslendsmenninir livdu undir. Fyrstu átøkini vóru at byggja stór hospitalsskip, sum leitaðu skipini upp á fiskileiðunum. Onnur bylgjan fevndi um sjúkrahús, sum fransmenn bygdu í Reykjavík, á Fáskrúðsfirði og í Vestmannaoyggjunum fyrst í 1900. Hesi sjúkrahús fingu eisini týdning fyri íslendsk heimafólk og bretskar fiskimenn. Ein 24 ára gamal maður, sum nevnir seg Carlos, sigur, at hann fríggjadagin skrivaði undir skjal um sjálvbodna tvingsilsflyting afturfyri, at hann fekk seks ára gomlu dóttir sína aftur. Tíðindini bórust sama dag, sum Donald Trump, forseti, skrivaði á Twitter, at hann vil valdsflyta migrantar, sum koma um markið úr Meksiko til USA ólógliga uttan nakra rættarviðgerð fyrst. Vit kunnu ikki lova øllum hesum fólkunum inn í okkara land. Tá tey koma, mugu vit beinanvegin uttan dómara ella rættarviðgerð, senda tey aftur, hagani tey komu, skrivaði Trump á Twitter sunnudagin. Hann legði afturat, at heimurin flennir at amerikanska tilflytarapolitikkinum, og at fólk mugu prógva sítt virði fyri at sleppa til landið. Vit hava brúk fyri fólki, sum gera America Great Again, skrivar forsetin. Mikudagin broytti Trump avgerðina um at taka børnini frá ólógligum tilflytarum, sum vórðu sendir í varðhald. Nú vil hann sameina foreldur og børn, skrivar NRK. Í roknskapinum eru veiðirættindini hjá reiðarínum virðissett til 31,5 milliónir krónur. Men grannskoðarin ger í sínum viðmerkingum varug við, at felagið hevur mist øll síni veiðirættindi, og tí átti hetta virðið at verið niðurskrivað til null. Tí átti eginognin at verið lækkað við 31, milliónum, skrivar grannskoðarin. Leiðslan í North West Pelagic metir tó útlit vera fyri einum lønandi rakstri í framtíðini, og tí er roknskapurin settur upp við framhaldandi rakstri fyri eyga. Framhaldandi rakstur er tó treytaður av, at felagið framhaldandi hevur avtalur við lánsveitara og størstu ognarar. Langfreistaða skuldin í North West Pelagic var við árslok 138 milliónir krónur. Felagið misti í apríl í fjør endaliga síni veiðirættindi til allan fiskiskap av føroyskum kvotum. Fiskimálaráðið staðfesti tá avgerðina hjá Vørn, sum árið fyri var komið til ta niðurstøðu, at ræðisrætturin í North West Pelagic er á útlendskum hondum. Sambært myndugleikunum verður reiðaríið stýrt av hollendska minnilutaeigaranum Jaczon Trawler, sum eigur 30 prosent av felagnum og ikki av føroyska meirilutaeigaranum, sum eigur 70 prosent. Fyrr í ár varð skipið hjá reiðarínum North West Pelagic, Norðhavið, leigað út. Skipið skal í fyrstu atløgu fiska í Mauritania restina av hesum árinum. Norski forsætisráðharrin, Erna Solberg, sigur, at tað hevur týdning, at Evropa hevur ein felags politikk fyri flóttafólk og migrantar. Á kreppufundinum vóru nógvir møguleikar umrøddir, men tann, sum størst semja tykist vera um, er at skipa móttøkustøðir í Norðurafrika. Italski forsætisráðharrin, Giuseppe Conte, sigur, at Italia fer at kanna sonevndu Dublin avtaluna gjølla. Eftir tí avtaluni skulu flóttafólk og migrantar søkja um uppihaldsloyvi í tí landinum, sum tey fyrst koma til. Tað sigur Italia seg ikki vilja góðtaka longur, og landið krevur, at onnur ES lond eisini taka ábyrgd av fremmandu fólkunum. Seinasta árið hevur Sofus Høj á Strondum, ríka føroyska tónleikapallin, við einum oyrahangara fyri og øðrum eftir. Tey myrku skýggj, Kennari, Lagnan og Work it out eru nakrir av nógv spældu sangum hansara seinast tíðina. Lítiðlætni strandingurin yrkir bæði á føroyskum og enskum, og leggur dent á, at hann fær hjálp frá góðum fólki innan føroyska tónleikaheimin. Løgtingsformaðurin væntar ikki at skulu kalla tingið saman fyri ólavsøku at viðgera álitið hjá grein 25 nevndini, sum bleiv sett at viðgera uppskotið um stjórnarskipan. Páll á Reynatúgvu sigur, at hann hevur einki frætt, sum fær hann at leggja soleiðis til rættis, at tingfólk fáa fundarboð aftur í hesari tingsetuni. Nevndin varð so vald tann 8.november. Í henni hava fýra teir stóru flokkarnir tvey tingfólk hvør, teir smáu eitt tingfólk og uttanflokkatingkvinnan Sonja Jógvansdóttir er eisini í nevndini. 12 fólk eru í nevndini. Felagið hevur onga støðu um einskiljingina, men sigur tó í hoyringarsvarinum, at tá landsstýrið fer at einskilja, er umráðandi, at landið í søluni tryggjar, at postskyldurnar framvegis verða røktar væl og virðiliga í øllum økjum í Føroyum. Men sum skilst eru øll í samgonguni ikki so fegin um uppskotið. Bæði í Javnaðarflokkinum og í Tjóðveldi eru tingfólk, sum ikki vilja einskilja Postverk Føroya. Við skylduni fylgja neyvar treytir um sama prís og sama reglusemi. Í sølusáttmálanum verður veitingarskyldan áløgd keyparanum í minst tíggju ár, sigur Poul Michelsen. Nú skulu nógvar kanningar gerast afturat. Millum annað skal kannast, hvussu aldan er, og hvussu streymurin er, og tað verður gjørt í samstarvi við Fiskaaling. Atli Gregersen, stjóri í Luna, sigur, at kanningarnar fara at halda fram út á heystið og veturin, fyri at fáa so nógva vitan sum gjørligt. Tí verður fiskur ikki settur í ringin fyrr enn í fyrsta lagi í vár, tí tá heldur felagið seg hava fingið ta vitanina, sum er neyðug, um tað ber til at ala á Víkum, sigur Atli Gregersen. Friðingarnevndin fyri Vága sýslu umrøddi málið, men av tí at kæran snúði seg um aling á sjónum, valdi nevndin at leggja málið fyri yvirfriðingarnevndina, tí friðingarnevndin fyri Vága sýslu metti sítt virksemi bara at vera um friðing á landi og ikki á sjónum. Talan er um vinnulívsfólk úr Klaksvík, sum hava sligið seg saman um felagið Norðbýli. Tí tørvurin á leiguíbúðum er sambært teimum eisini stórur í Klaksvík og Norðoyggjum. Eitt nú samtykti Tórshavnar kommuna í februar, at kommunan fer at arbeiða við at fáa til vega 240 íbúðir og 60 lestraríbúðir áðrenn 2022. Eisini Bústaðir hevur víst á tørvin. Bústaðir umsitur 244 leigumál og ætlar at byggja á leið 225 íbúðir í høvuðsstaðarøkinum næstu árini. Felagið hevur tó víst á, at neyðugt er við einum samstarvi millum tað almenna og privata fyri at nøkta tørvin. Fleiri feløg eru farin at byggja íbúðir at selja, men í síðsta mánaða stovnaði Betri Samtakið saman við Articon, SNA Arkitektar og SMJ Ráðgevandi verkfrøðingar eitt felag, sum hevur ætlanir um at byggja og leiga íbúðir út. Tí tørvurin á leiguíbúðum er eisini stórur í Klaksvík og Norðoyggjum, sigur Hilmar Sigmundur Kalsø Danielsen, stjóri í nýggja felagnum. Norðbýlið er helst fyrsta felagið í Klaksvík, sum fer undir at byggja leiguíbúðir. Tað eru fyritøkurnar El in, Kanjon og Klaksvíkar sleipistøð umframt onnur vinnulívsfólk, sum eru farin saman um felagið. Felagið hevur enn ikki keypt nakað grundstykki ella bygning, men eru í løtuni í samráðingum um hetta. Felagið ætlar antin at byggja eini 10 íbúðir ella umvæla ein eldri bygning. Hilmar Sigmundur Kalsø Danielsen sigur, at felagið hevur í løtuni ongar ætlanir um at byggja vardar íbúðir ella eldraíbúðir, men felagið er áhugað í samstarvi við Bústaðir ella tað almenna, um tørvur er á tí. Norðbýli fer undir at byggja íbúðirnar, tá grundstykki ella bygningur er fingin til vega. Tað verður vónandi skjótt, sigur Hilmar Danielsen. Tað vísir ein kanning, sum Rakul Skaale Andreasen á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum hevur gjørt. Hon hevur kannað málførið hjá ungum suðuroyingum í aldrinum 17 21. Hon bað tey lurta eftir orðum og setningum á suðuroyarmálføri og á miðstaðarmálføri og bað tey svara, hvat av málførinum ljóðar eitt nú meira álítandi, modernað og áhugavert. Úrslitið vakti ans. Úrslitini benda á, at suðuroyarmálførið kann vikna. Til dømis er on endingin ikki væl dámd. Tað bendir á, at tey ungu fara brúka in endingina í framtíðini, sigur Rakul Skaale Andreasen millum annað um úrslitini frá kanningini. Kanningin varð gjørd í tveimum. Ein ótilvitaður partur, har tey spurdu ikki vistu áðrenn, at teirra málføri bleiv kannað, og ein tilvitaður partur, har tey spurdu vistu áðrenn, at teirra málføri bleiv kannað. Har vísti tað seg, at ein munur er á svarunum. Júst tað, at teir ungu suðuroyingarnir svaraðu, at teimum dámdi betur suðuroyarmálførið, tá teir vórðu tilvitaðir um tað, kann verða ein ábending um, at teir eru góðir við sína dialekt, og harvið er kanska gróðrarbotnur fyri henni alíkavæl. Man má hugsa um, at tann ótilvitaði hugburðurin er ein sterkari og sannari mynd av veruligu støðuni. Men tað, at ein er góður við sítt mál, hevur eisini nakað at siga í varðveitingini av málinum, sigur Rakul Skaale Andreasen. Seinastu trý árini og higartil i ár hava tyrlurnar hjá Atlantic Airways brúkt slakar 46 tímar til at bjarga útlendingum, sum eru fluttir av skipi á sjúkrahús í Føroyum ella hava verið fastir í fjøllunum ella hava fingið skaða har. Høgni Hoydal, landstýrismaður, hevur svarað Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, sum spurdi, hvussu ofta føroyska tyrlan hevur bjargað útlendskum ferðafólkum seinastu trý árini. Høgni Hoydal sigur, at skilt verður millum SAR hendingar, sum eru leiting og bjarging, og MEDEVAC hendingar, sum er at flyta løstað fólk á sjúkrahús. EFTA londini Ísland, Sveis og Noreg høvdu í 2017 hægsta prísstig fyri matvørur og tænastur til húsarhald. Tað vísa nýggjastu tølini frá hagstovuni í ES, Eurostat, og hagtølini fyri prísstig á vørum og tænastum. Tað skrivar forskning.no . Prísstigið í hesum trimum londum var ávikavist 66, 59 og 43 yvir miðalstigið í teimum 28 ES londunum. Í Danmark, Svøríki, Finnlandi, Luksemburg og Írlandi var miðalstigið eisini høgt millum 22 og 42 yvir miðal. Hinvegin hava londini í Balkan lægsta prísstigið í kanningini. Í til dømis Makedónia og Bulgaria var prísstigið umleið helvtina av miðaltalinum fyri øll 28 ES londini. Hagtølini vísa, at í 2017 var dýrast at keypa matvørur og rúsdrekka í Sveis, Noreg og Íslandi. Í Makedónia, Rumenia og Póllandi vóru hesar vørur bíligast. Rúsdrekka og tubakk er eisini dýrt í Írlandi og Bretlandi, vísa høgtølini. Bíligasta rúsdrekka og tubakk er at fáa í Makedónia, Serbia, Bosnia og Herzegovina og Albania. Hagtølini frá Eurostat vísa, hvat húsarhald í evropiskum londum rinda fyri vørur og tænastur. Tað er eisini hetta, sum myndin omanfyri vísir. Har sæst, at Ísland, sum er grøni stabbin, í næstum øllum førum liggur omanfyri hini londini á prísstiganum. Í 2017 hevði Noreg dýrastu matvørur og alkoholfríar drykkivørur í Norðurlondum, meðan Danmark hevur hægstu prísirnir fyri bólkin bústaður, ljós og brennievni. Donsku prísirnir fyri bústað, ljós og brennievni vóru 10 hægri enn í Íslandi, 17 hægri enn í Finnlandi, 26 omanfyri Noreg og 37 omanfyri svensku prísirnar. Ísland hevði serstakliga høgt prísstig fyri møblar, húsarhaldsútbúna og viðlíkahald av innbúgvi, og hetta er møguliga tí, at flutningskostanðurin til Íslands skal leggjast afturat, skrivar forskning.no. Málini, sum nevndin viðgjørdi í fjør, kravdu nógv størri orku enn onnur ár. Træturnar millum partarnar, leigara og útleigara, hava í ávísum førum verið ógvusligari og meiri áhaldandi enn fyrr. Andras Holm Arge, formaður í Leigunevndini, skrivar í ársfrágreiðingini, at tað er alneyðugt at seta pengar av til nøktandi umsiting á leiguøkinum. Leigunevndin frøist um, at kommunurnar 1. august fáa heimild at gera egnar skráir yvir góðkendar leiguíbúðir. Tað er tó ikki krav, at tær gera slíka skrá, soleiðis sum Leigunevndin mælti til. Hóast tað er kravt í leigulógini at brúka standard leigusáttmála og gera innflytingarfrágreiðing, verður hetta verri enn so altíð gjørt, og tað kemur aftur um brekku. Serliga vísa klagurnar, at innflytingarfrágreiðing ikki verður gjørd. Tá er trupult at staðfesta, hvørjum standi, leigaðu hølini vóru í, tá flutt varð inn. Leigunevndin minnir eisini á, at depsositum, trygdin, skal flytast á serliga kontu, og ikki á somu kontu sum leigan verður flutt á. Sambært ársfrágreiðingini hjá Leigunevndini brúka útleigarar ymsar hættir at sleppa av við leigara, sum ikki vil flyta, so sum at sløkkja hitan og taka úthurðina úr leigaðu hølunum. Astrid Lindgren hevur skrivað bókina Mio mín Mio, um Bo Vilhelm Olsson, sum fór til fjarskotna landið at hitta faðir sín kongin. Elin Súsanna Jacobsen týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav bókina út av nýggjum í 2017. Margreta Næss lesur. Astrid Lindgren hevur skrivað bókina Mio mín Mio, um Bo Vilhelm Olsson, sum fór til fjarskotna landið at hitta faðir sín kongin. Elin Súsanna Jacobsen týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav bókina út av nýggjum í 2017. Margreta Næss lesur. Herfyri kom fram, at vælumtóktu leikurnar Squishies kunnu innihalda vandamikil evni, og tí mælti danska Umhvørvisstýrið fólki til at koyra leikurnar vekk. Og nú vísir danska Astma og allergifelagið á, at heimagjørt slím, sum nógv børn og foreldur gera, kann elva til ovurviðkvæmi og eksem, sum kann gerast til sár. Uppskriftirnar upp á slím finnast eitt nú á Youtube. Hvussu gert tú heimagjørt slím var ein tann mest spurdi spurningurin á Google í fjør. Men nógv ørkylmað foreldur hava vent sær til Astma og allergifelagið um slímið, og boðini frá felagnum eru greið Latið vera við at gera og spæla við heimagjørt slím Í flestu uppskriftunum upp á heimagjørt slím verður mælt til at nýta millum annað lím, rakiskúm, bakipulvur og linsuvatn. Serstakliga lím og rakiskúm er ikki gjørt til og hóskar seg ikki til at vera nærindis húðini í so langa tíð, sum slímið mangan er. Børn gera slímið, og síðani ganga tey runt við tí í langa tíð. Hetta kann elva til allergi og eksem. Anne Holm Hansen, varastjóri í Astma og allergifelagnum, sigur við TV 2 , at eitt nú kann lím hava í sær haldevni MI, sum er sera allergielvandi. Hava tit gjørt heimagjørt slím, mælir Astma og allergifelagið til at ansa eftir, um børnini fáa reyða húð, skriða, eksem og í ringasta føri sár. Á heimasíðuni hjá stýrinum stendur, at mælt verður til, at vørur sum eitt nú lím og rakiskúm einans verða nýttar til tað, sum tær eru gjørdar til. Alt tilfarið, sum verður brúkt til at gera slím, er góðkent í Danmark. Vørurnar eru tó bara kannaðar í mun til tað, sum tær eru gjørdar til. Eitt nú eigur rakiskúm bara at vera á húðini í stutta tíð, og lím eigur ikki at koma í samband við húðina. Ongin hevur higartil vent sær til húðambulatoriið, tí tey hava fingið allergi ella eksem av heimagjørdum slími. Men vit taka undir við tilmælunum hjá danska Umhvørvis og matvørustýrinum um einans at nýta vørur, sum lím og rakiskúm, til tað, sum tær eru ætlaðar. Serliga lím kann hava í sær sera sterk evnir, sum kunnu elva til allergi og eitt nú hondeksem, sigur Edith Vang, sjúkrasystir á húðambulatoriinum á Landssjúkrahúsinum. Slím kann keypast í ymsum leikuhandlum. Er tað egnað sum leikur, fær tað eitt sonevnt CE merki. Men hetta merkir ikki, at børn ikki kunnu fáa allergi. Leikur við CE merkinum eru ikki kannaðar í samband við allergi hjá børnum. Heðin Mortensen, sum hevur verið formaður í nevndini, ið hevur viðgjørt stjórnarskipanaruppskotið í tinginum, hevur boðað løgmanni frá, at hann má leggja uppskotið framaftur í næstu tingsetu, skal fólkaatkvøða vera næsta ár. Løgmaður sigur, at hann fer nú at tosa við hinar samgonguflokkarnar, um tað er rætt at leggja stjórnarskipanaruppskotið framaftur á ólavsøku. Tað kemur javnan fyri, at sálarliga heilsan hjá borgarunum kemur í aðru røð, tí føroyskir myndugleikar vilja ikki senda teir av landinum at fáa viðgerð. Norska stjórnin hevur í áravís ætlað at selt partabrøvini í SAS, men fíggjarliga støðan í felagnum og lágur kursur á partabrævinum gjørdu tað lítið áhugavert at selja. Flúgvingin hjá SAS í Norra gevur yvirskot, so tí rokni eg við at felagið heldur fram við øllum sínum virksmei í Norra, sigur Solberg við norska kringvarpið. Eftir fleiri ár við undirskoti og sparingum hevði skandinaviska flogfelagið 1,4 milliardir svenskar krónur í yvirskoti í fjør, tað er ein góð milliard danskar krónur. 3. august 1996 var danski verjuovastin, Hans Jørgen Garde, við fylgi á veg til Føroyar á almenna vitjan. Undir innflúgvingini til flogvøllin í Vágum dettur flogfarið niður í Selvík beint uttanfyri Sørvág, og øll níggju umborð, átta danir og ein føroyingur, lata lív. Hoyr sendingarnar um størstu vanlukkuna í nýggjari danskari verjusøgu, fortalda av nøkrum av teimum, sum vóru til staðar vanlukkudagin fyri 22 árum síðan. Annar maðurin hevur gift seg við 24 kvinnum millum 1990 og 2014 sambært rættarskjølum. Kanadiskir fjølmiðlar siga, at hann er pápi at í minsta lagi 146 børnum. Verjin hjá manninum sigur, at dómurin varð strangari, enn hann hevði roknað við, men ikki órímiligur. Hann sigur, at maðurin hevur verið í ringari støðu at skula velja millum at fara frá familju síni ella at halda fram við at bróta lógina. Báðir eru fyrrverandi leiðarar í trúarfelagsskapinum, The Fundamentalist Church of Jesus Christ of Latter day Saints, sum er sprottin úr Mormonkirkjuni í stóra átrúnaðarliga samfelagnum Bountiful í landssynnings Kolumbia. Sambært kanadiskari lóg er revsingin fyri at gifta seg við fleiri er fimm ára fongsul. Báðir menninir noktaðu seg sekan í rættinum, har annar av monnunum segði, at polygami lógin ger seg inn á trúarfrælsið. Hóast fleiri skuldsetingar eru um kynslig brotsverk í Bountiful, har umleið 1.500 fólk búgva, hava myndugleikarnir higartil ikki skuldsett nakran vísandi til lógina um trúarfrælsi. Mormonkirkjan bannaði fleirgiftu longu í 1890. Fólk á meira enn 20 barrum og matstovum vórðu flutt burtur úr økinum í gjárkvøldið, meðan kanningarnar vórðu gjørdar, sigur ein løgreglumaður sambært svenska kringvarpinum, SVT. Altjóða fótbóltssamgongan, FIFA, hevur enn ikki gjørt viðmerkingar til bumbuhóttanirnar í Rostov við Don, har Ísland ígjár spældi móti Kroatia í býnum, og Kroatia vann. Vinnufelagð hjá slaktarum í Fraklandi sigur sambært BBC , at kjøtbúðir hava verið álopnar og vandaliseraðar av veganarum, og seinastu mánaðirnar eru 15 kjøtbúðir oystar undir í følskum blóði. Hesi fólkini royna at sáa yvirgang fyri at fáa stóran part av franskari mentan at hvørva, og tey vilja kroysta sín lívstíl oman yvir ovurstóra meirlutan av fraklendingum og enntá teirra hugsjón, stendur í brævinum til fronsku stjórnina. Vegetarar og veganarar telja bara fá prosent av franska fólkinum. Ein kanning frá 2016 metti, at trý prosent av fólkinum í Fraklandi eru vegetarar. Felagið hjá fronsku slaktarunum sigur, at fjølmiðlarnir hava eina ábyrgd av støðuni, tí teir hava varpað alt ov nógv ljós á veganska lívsstílin. Sølutølini vísa, at minni kjøt verður selt í Fraklandi, og feløg hjá bóndum í Fraklandi hava heitt á stjórnina um at forða fyri tí, sum teir kalla eru átøk móti kjøti. Eitt uppskot um at krevja ein vegetardag um vikuna í fronsku skúlunum fall í franska tjóðartinginum herfyri, og ein veganskur aktivistur fekk treytaða fongsulsrevsing í mars fyri at skriva á facebook, at ein slaktari, sum varð myrdur av einum militantum islamisti, var rættvísi , skrivar BBC. Elektron skal hýsa og reka talgilda samleikan, sum skal vera klárur hjá føroyskum borgarum at brúka næsta ár, tað hava Elektron og Gjaldstovan júst gjørt sáttmála um. Talgildi samleikin skal nýtast til at rita inn í allar skipanir hjá almennum stovnum, og við tíðini er ætlanin, at hann skal koma í staðin fyri NemID, sum nógv brúka at rita inn í bankarnar. Ulla Joensen er stjóri í Elektron, og hon sigur, at leikluturin hjá Elektron verður at reka skipanina, sum Klintra og Føroya Tele eru í ferð við at menna. Ein talgildur samleiki er, sambært Nicolai Mohr Balle, ið er verkætlanarstjóri fyri Talgildu Føroyar, ein eyðmerking, sum hvør borgari fær. Við eyðmerkingini fær borgarin sostatt atgongd til tær talgildu tænasturnar, sum verða veittar fyrst og fremst av tí almenna, men Nicolai Mohr Balle sigur, at tænastan væntandi eisini verður bjóðað til privatar tænastuveitarar. Tað verður krav, at almennir stovnar skulu nýta talgilda samleikan. Tað vil eisini siga, at borgarar noyðast at nýta talgilda samleikan, um teir vilja rita inn í eitt nú skipanina hjá Taks. Tá ið talgildi samleikin er klárur at brúka, verður til dømis MínLykil beint burtur og talgildi samleikin kemur í staðin sum loysn til eitt nú at rita seg inn við, sigur Nicolai Mohr Balle. Talgildi samleikin verður væntandi klárur at taka í nýtslu seint í vár, sigur Nicolai Mohr Balle, verkætlanarstjóri fyri Talgildu Føroyar. Innlendismálaráðið hevur givið Runavíkar kommunu loyvi at gera serstaka byggisamtykt á Skála, so ein høll kann byggjast oman á turrdokkina hjá skipasmiðjuni har. Býarskipanarnevndin hjá landinum mælti til, at serstaka byggisamtyktin á Skála verður gjørd, so skipasmiðjan Mest kann byggja 40 metra høga høll yvir turrdokkina. Nevndin tók undir við teimum, sum mótmæltu, at myndirnar, sum lógu frammi, ikki til fulnar vístu røttu myndina av høllini, sum ætlanin er at byggja. Harafturat fær ein høll jaliga ávirkan á bygdina. Arbeiðsumstøðurnar í turrdokkini batna nógv, og dálkandi útlát kann minka, sigur nevndin. Býráðið í Runavík samtykti fyrst í oktober í fjør at taka undir við tilmælinum frá meirilutanum í Byggi og býarskipanarnevndini hjá býráðnum um at gera serstaka byggisamtykt á Skála. Nina Brockie er limur í hundafelagnum og djóravinur. Hon ræður fólki, ið eiga djór, til at finna góð ansingarstøð til teirra í feriuni. Hon sigur eisini, at djór føla á sær, tá eigariin riggar til at fara út at ferðast, og at í summum førum loypa til dømis hundar uppí opna kuffertið ímeðan pakka verður. Hoyr samrøðuna við Ninu Brockie her. Arbeiðið at umvæla Kinabrekkuna gjørdist nógv størri enn ætlað, tí nógvar leiðingar eru lagdar í vegin, millum annað fjarhitaleiðing. Status er, at allar leiðingar eru komnar í jørðina ein lítil grevstur manglar enn á Heygsvegnum , arbeiðið at seta upp kantsteinar er í gongd og er um at vera liðugt í sunnara borði, sigur Heini Eysturoy, býarverkfrøðingur. Sambært Tórshavn kommunu kann tað væntast, at Kinabrekkan verður liðugt asfalterað til Ólavsøku. Rundkoyringin verður tó væntandi liðug í september, tí feria kemur ímillum. Aftur í ár vísa umboð fyri Lærarafelagið á, at tað ikki er nøktandi, at nógvir lærarar verða settir í tíðaravmarkað starv, og at fleiri lærarar noyðast at søkja sítt starv á hvørjum ári í nógv ár. Í grein á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum vísir Jona Højsted, nevndarlimur í Føroya Lærarafelagi, á, at eisini í ár søkja fleiri skúlar eftir lærarum í tíðaravmarkaðum starvi, og hon vil hava Mentamálaráðið at gera okkurt við trupulleikan, men ásannar eisini, at tað er ein samráðingarspurningur. Fólkaskúlin søkir á hvørjum ári eftir lærarum til føst størv og til tíðaravmarkað størv. Í vár varð søkt eftir 51 lærarum til føst størv í 18 skúlum, men eisini tíðaravmarkað størv vórðu lýst leys í flestu skúlunum. Jona Højsted veit ikki, hvussu nógv tíðaravmarkað størv eru lýst leys í ár, men hetta er ein afturvendandi trupulleiki, sum Lærarafelagið hevur víst á í fleiri ár. Eitt nú kannaði Lærarafelagið í 2016, hvussu nógvir nýútbúnir lærarar høvdu fingið fast starv í endanum av august 2016. Tá hevði ongin fingið fast starv, men fleiri høvdu fingið tíðaravmarkað starv. Og í fjør visti Lærarafelagið um lærarar, sum hava verið í tíðaravmarkaðum starvi í 15 ár. Nøkur tíðaravmarkað størv vilja altíð verða, men talið skal minkast, og rættindini skulu blíva betri fyri tey, sum eru í tíðaravmarkaðu størvunum, heldur Jona Højsted. Herálvur Joensen, formaður í Lærarafelagnum, hevur fyrr víst á, at Lærarafelagið vil hava somu reglur sum aðra staðni, har tað er lógarásett, hvussu nógv ár eitt fólk í mesta lagi kann vera sett í sama tíðaravmarkaða starvi. 3. august 1996 var danski verjuovastin, Hans Jørgen Garde, við fylgi á veg til Føroyar á almenna vitjan. Undir innflúgvingini til flogvøllin í Vágum dettur flogfarið niður í Selvík beint uttanfyri Sørvág, og øll níggju umborð, átta danir og ein føroyingur, lata lív. Hoyr sendingarnar um størstu vanlukkuna í nýggjari danskari verjusøgu, fortalda av nøkrum av teimum, sum vóru til staðar vanlukkudagin fyri 22 árum síðan. Sambært Kára Mortensen, deildarleiðara á Orku á unhvørvistænastuni, so má økið bjóðast út í fríari kapping, um tað skal brúkast til framleiðslu. Hetta ynskir Vindrøkt tó ikki, tí felagið metir seg hava rætt til framleiðslu á økinum. Stjórin á Vindrøkt, Jóhan í Niðristovu, segði við Dag og Viuku í gjár, at teir eru til reiðar við trimum økum til vindmyllulundir. Men sambært deildarleiðaranum á Orku á Umhvørvisstovuni, so eru bara gjørdar nøktandi vindmátingar á tí eina økinum, sum er Hoyvíkshagin. Hini kunnu bara brúkast til smærri vindmyllur. Tað eru ymisk áhugamál á økinum. Um tað var soleiðis, at teir komu við umsókn til umhvørvisstovuna um at seta myllir upp, so høvdu vit kunnað gjørt eitt útboð. So hevði tann, sum bjóðaði hægst. fingið møguleikan at sett myllir upp, sigur Kári Mortensen. Sambært Kára Mortensen, so er eitt skipað arbeiði í gongd við at gera fleiri øki klár, og longu í summar verður økið á Eiði bjóðað út. Framleiðslan har kann byrja seinna hálvár í 2020. Í sendingini Snipp snapp eru teknifilmar, ið eru ætlaðir smáum børnum. Sendingin verður send hvørt mikukvøld og endursend um vikuskiftið. Útoyggjafelagið hevur mælt til, at ein bíðirøð verður gjørd á ferjuleguni, sum tryggjar, at kalsoyingar sleppa yvir um fjørðin. Hetta verður gjørt nú í summar, sigur Landsverk. Útoyggjafelagið hevur tí sent Strandferðsluni og Samferðslumálaráðnum bræv, har felagið heitir á tey um at fáa eina loysn innan 1. juli. Í brævinum skrivar Útoyggjafelagið Frá mai til september er Sam so fultsetttur við bilum og fólki, at íbúgvarnir í Kalsoynni ongantíð vita, um tey sleppa við ella ikki. Eisini skrivar felagið Henda ótolandi støða órógvar alt virksemið hjá teimum, sum búgva í oynni, tí avtalur mugu útsetast ella avlýsast, og tað valdar ótryggleiki í allari fyriskipan av gerandisdegnum. Sum dagarnir ganga, gerst støðan bara meira og meira ørkymlandi, og tað skapar øsing og mistrivnað. Útoyggjafelagið skjýtur upp, at eitt bilrað verður sett av til teirra, sum búgva í Kalsoynni. Hesi skulu hava íbúgvakort og skulu sleppa fyrst umborð. Landsstýriskvinnan í Mentamálum vísur á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum á, at nógvar kanningar verða gørdar, men at úrslitið ikki verður brúkta munagott. Tað er sjálvsagt ikki rætt at hava eina vitan og ikki brúka hana vit í Mentamálaráðnum eiga at gerast nógv dugnaligari og skjótari til at eyðmerkja skúlar, sum fáa góð úrslit, og skúlar, sum fáa minni góð og vánalig úrslit. Vit vita, hvørjir skúlarnir eru, men vit gera lítið og einki við tað. Vit eiga at taka fram teir skúlar, sum fáa alt at bera til, og sum hava góð úrslit. Og somuleiðis, tá ið vit síggja skúlar og flokkar, sum smokka niður ferð eftir ferð, eiga vit eisini at vera til taks og hjálpa til, soleiðis at gongdin verður vend. Skúlar eiga eisini at venja seg við at verða eftirmettir og endurskoðaðir, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna, við Skúlablaðið. Tað stendur frítt at velja litir og snið. Navnið Sjóvar kommuna skal tó varðveitast, og skal kunna nýtast saman við ella í búmerkinum, stendur á heimasíðuni hjá Sjóvar kommunu. Innlendismálaráðið minnir Runavíkar kommunu á at spyrja aðrar myndugleikar, so sum friðingarmyndugleikarnar, fyrst, áðrenn byggiloyvið verður latið til høllina hjá skipasmiðjuni á Skála. Sambært henni má ikki latast byggiloyvi, fyrr enn tað er staðfest, at aðrir myndugleikar, sum virka eftir aðrari lóggávu, eisini góðkenna byggingina. Býarskipanarnevnd landsins tók undir við at gera serstaka byggisamtykt, so ein stívliga 40 metra høg høll kann byggjast yvir turrdokkina hjá skipasmiðjuni á Skála. Meðan málið var í nevndini fekk Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í innlendismálum, eitt skriv frá 11 fólkum á Skála, sum mæltu til ikki at gera serstaka byggisamtykt fyri økið, har sum turrdokkin á Skála er. Men landsstýrið hevur givið Runavíkar kommunu loyvi til at gera serstøku byggisamtyktina, treytað av, að eingin annar myndugleiki noktar. Sørvágs kommuna tilskilar sær rætt til at velja ímillum innkomin tilboð ella ongum at taka av, sæst á heimasíðuni hjá Sørvágs kommunu. Bæði í Havn og á eystara armi á Skálafjørðinum fer ferðslan at vaksa rættuliga nógv, tá Eysturoyartunnliin verður tikin í nýtslu. Tað sæst í ársfrágreiðingini hjá Landsverki. Ferðsluútrokningar vísa, at tá Eysturoyartunnilin letur upp, verður talan um eitt sonevnt ferðslulop við einum vøkstri á umleið 2.400 akfør um samdøgrið til og úr Havnini, skrivar Landsverk. Eisini ferðslumynstrið við Skálafjørðin broytist, soleiðis at tey, sum fyrr hava koyrt inn eftir Skálafjørðinum fyri at koma til Havnar, nú fara at koyra úteftir. Sambært ferðsluframrokningum verður mett, at ferðslan runt roknað veksur við 1.000 akførum á eystara armi á Skálafjørðinum, meðan hon minkar við umleið 800 á vestara armi í gjøgnum Skálabotn, um ongar avleiddar verkætlanir verða framdar, sigur Landsverk. Tilmæli hjá Landsverki er framvegis, at ein innkomuvegur til Havnar og ein tunnil úr Gøtudali til Skálabotn skulu gerast, tá Eystoyartunnilin er liðugur. Fyrsti partur av innkomuvegnum frá Kaldbaksvegnum til Villingardalsvegin er mettur at kosta 115 milliónir krónur, umframt tær 36 milliónir krónurnar, sum eru brúktar til hendan vegateinin men bíðað verður eftir hóskandi játtan. Harumframt hava Tórshavnar kommuna og P F Eysturoyartunnilin bundið seg til at rinda sín part av samlaðu loysnini, svarandi til ávikavist umleið 24 og 30 milliónir krónur. Í dag er teinurin frá rundkoyringini í Gøtudali til tunnilsmunnan á Strondum umleið 23 kilometrar. Við at gera ein tunnil úr Gøtudali til Skálabotns, og síðani ein umferðarveg um bygdina Skálabotn, fer at bera til at koyra uttan um bygt øki allan vegin úr Gøtudali til Havnar. Kostnaðurin á hesum íløgunum tilsamans er umleið 320 milliónir krónur, har av Gøtudalstunnilin, ið verður 3,2 kilometrar til longdar, stendur fyri umleið 250 milliónir krónur. Fundurin, sum verður í sama umfari, sum Trump annars skal á NATO toppfund í Evropa, verður tann fyrstu formligi fundurin teirra millum, hóast teir báðir hava hitst tvær ferðir fyrr í øðrum sambondum. At Donald Trump nú skal tingast við Vladimir Putin er umstrítt evni, tí stór serlig kanning fer fram í USA av sambondunum, sum Trump og hansara fólk hava havt við Russland. Men embætisfólk siga við The New York Times, at forsetin hevur gjørt greitt, at tað hevur stóran týdning fyri seg at fáa fund í lag við Putin. Í gjár var nationali trygdarráðgevin hjá Donald Trump, John Bolton í Moskva, har hann hitti Putin. Bolton segði í gjár, at tíð og stað fyri fundin millum amerikanska og russiska forsetan verða kunngjørd í dag. Russiski stats miðilin, RT, endurgevur John Bolton fyri at hava sagt, at mong ymiskt evni verða á skrá fyri fundin við Vladimir Putin, sum amerikanski forsetin hevur ynskt at fáa í lag. Millum annað skulu forsetarnir tosa um at fáa Russland upp í aftur G8, sum hevur itið G7, síðani Russland var útihýst, eftir innlimanina av Krim hálvoynni og hernaðarliga virksemið í eystur ukraina. Tá G7 londini skuldu hittast í Kanada herfyri, segði Donald Trump, forseti, at hann vil hava, at Russland kemur upp í samstarvið aftur. Nýggjar satelittmyndir vísa, at Norðurkorea í skundi hevur gjørt útbyggingar við vísindaligu kjarnorku støðina, Yongbyon, har tilfar til kjarnorkuvápn hava verið framleidd. Tað skriva altjóða miðlar. Myndirnar stava frá satellitti, sum yvirvøku síðan 38North.org hevur almannakunngjørt. Myndirnar eru tiknar tann 21. juni, tað vil siga fyri einari viku síðani. Sagt verður, at hesar útbyggingarnar vóru í úmbúna áðrenn toppfundin, sum var millum Donald Trump og Kim Jong un í Singapore fyrst í hesum mánaðinum. Amerikanskir myndugleikar hava ikki váttað greiningarnar av myndunum, og sambært eini frágreiðing, sum CNN hevur fingið, stendur, at útbyggingarnar á kjarnorkustøðini ikki eiga at verða settar í samband við lyftið hjá Norður Korea um, at landið ætlar sær undir avdubbing. Men myndirnar benda á, at Norðurkorea heldur fram við sínum arbeiði at menna kjarnorkuvápn, stendur í greiningini hjá 38North.org . Á leinkjuni ber til at lesa meira um greiningarnar samt síggja fleiri myndir. 100 herfólk frá Royal Regiment of Scotland eru komin á staðið í morgun, og tyrlur skulu brúkast at royna at fáa tamarhald á stóra eldinum. Eldurin kyknaði sunnudagin, og fyrst varð hildið, at hann var bastur. Men so kyknaði aftur mánadagin, og eldurin hevur breitt seg, nú veðrið hevur verið so turt og hitastigini mong. Reuters skrivar, at Mattis vissar um, at minkað verður ikki um amerikansku herdeildirnar í Suðurkorea, hóast diplomatar royna at fáa eina avtalu í lag við Norðurkorea um kjarnorku avdubbing. Samstundis sigur verjumálaráðharrin, at hann stuðlar avgerðini hjá Donald Trump, forseta, at steðga við hernaðarvenjingunum, sum USA og Suðurkorea javnan hava havt tey seinastu mongu árini, tí hetta økir møguleikarnar hjá dimplomatunum at samráðast. Men Mattis leggur áherðslu á, at amerikansku og suðurkoreansku herdeildirnar enn eru sameindar, alvaknar og tilreiðar , sum hann orðar seg, sambært Reuters. Báðir ráðharrarnir eru samdir um at halda fram við royndunum at menna álit og frið, so leingi sum Norðurkorea erliga heldur fram við at samskifta, stendur í fráboðan frá teimum eftir fundin í Seoul í Suðurkorea, skrivar Reuters. Hjánøvnini, sum smápartafelagið R2Net keypti í dag, eru Atlantic, Atlantic Radio, Atlants Radio, Dinero, Radio Atlantic, Rás2, Rásin Channel 2 og VIP. Afturat einu krónuni fyri hjánøvnini koma útreiðslurnar hjá advokatinum hjá S pf R2Net fyri at krevja tvingsilsuppboðið. Tær eru slakar 25.000 krónur. Víkingur EB Streymur 3 1 0 0 59. minuttir. 0 1 Petur Zachariasen 68. minuttir. 1 1 Gunnar Vatnhamar 81. minuttir. 2 1 Philip Djordjevic 95. minuttir. 3 1 Adeshina Lawal Ein gestur, sum nógv hava lagt til merkis seinastu vikurnar er Læritt Loðmýggj, ið er eitt slag av flugu. Ein annar gestur er froskurin, sum er sæddur ymsa staðni kring landið. Men av tí, at ætlaða byggingin er hægri enn 15 metrar, varð avgjørt at gera serstaka byggisamtykt fyri økið, har sum turrdokkin er. Tað ber til, sigur landsstýrið, og nú fer umsitingin hjá Runavíkar kommunu at viðgera umsóknina um byggiloyvi til høllina yvir turrdokkina, og tá tað arbeiðið er liðugt, verður málið latið Byggi og býarskipanarnevndini hjá býráðnum. Í hinum dystinum er maltesiska liðið favorittur. Ein sigur til Birkirkara gevur pengarnar 1.66 ferðir aftur, meðan ein sigur til KÍ gevur odds 4.50. Kynslig brotsverk og ágangur er vanligt í India. Tað er ein frágreiðing til, at í minsta lagi 20 milliónir kvinnur eru farnar av arbeiðsmarknaðinum síðani 2005, sigur Heimsbankin, sambært SVT . Frágreiðing frá 2016 vísir, at nærum 40.000 neyðtøkur vóru í India tað árið. Hetta hóast ljós er varpað á trygdina hjá kvinnum, eftir at hópneyðtøkan í Dhelti í 2012 vakti ans kring allan heim. Í lokalum fjølmiðlum verður so at siga hvønn dag skrivað um ágang móti gentum, meðan tær eru í skúla, um hýruvongsførarar, sum neyðtaka kvinnur, sum arbeiða, og um tannáringar, sum verða seldar til horuhús. Eftir India liggja Afganistan, Sýria og Somalia ovast í kanningini um støðuna hjá kvinnum. Á topp 10 listanum stendur bara eitt vesturlendskt navn USA. USA deilir triðjaplássið við Sýria, tá tað snýr seg um, hvørji lond, serfrøðingarnir halda, at kvinnur eru í størsta vanda fyri kynsligum harðskapi og ágangi, og USA liggur á sættaplássi, tá tað snýr seg um ikki kynsligan ágang. Serfrøðingarnir siga, at økt tilvitan, tá tað snýr seg um harðskap móti kvinnum, sum verður knýtt saman við MeToo rørsluni, er eisini ein orsøk til, at USA er komið á hendan listan. Avtalurnar, sum ES hevur við Turkaland og Libya, hava tikið ringasta trýstið, og nú er talið á leið tað sama, sum tað var árið undan flóttafólkakreppuni, sum var í 2015. Tað vísa tøl frá flóttafólkastovninum hjá ST. Orsøkin er politisk. Fleiri ES lond hava stjórnir nú, sum eru sera atfinningarsamar móti tilflyting, og politikkurin hjá hesum londum noyðir hini londini í verjustøðu, tí atfinningarsami politikkurin tykist falla í góða jørð millum veljararnar. Júst hetta hevur sett Angelu Merkel, samveldiskanslara, í tronga støðu, tí CSU, sum er samstarvsflokkur hjá henni í týsku stjórnini, hevur givið henni freist til 1. juli at koma við nøktandi ES avtalu. Annars verður týski flóttafólkapolitikkurin, soleiðis sum CSU krevur. Tekur Týskland avgerð um at vísa flóttafólki burtur, so kann tað hava negativt domino árin á onnur ES lond, segði Angela Merkel hefyri. Annað byggistig av kirkjugarðurin í Hoyvík, sum er omanfyri Klingruna, er liðugt, og umleið 350 gravir standa klárar í nýggja kirkjugarðinum. KONSAX hevur givið tilboð at gera kirkjugarðin lidnan, býráðið játtaði herfyri at seta av 8,5 milliónir til liðugtgerð av kirkjugarðinum. Dómsnevndin í Róðrarsambandi Føroya fer sunnukvøldið at viðgerða kærurnar um úrskúrin hjá nevndini í róðrarsambandinum í sambandi við róðurin hjá fimmmannaførum gentum á Eystanstevnu. Róðrarsambandið fekk klagu um tjóvstart í FM róðrinum á Eystanstevnu. Nevndin kannaði videotilfar frá málinum og kundi staðfesta, at ikki minni enn átta bátar tjóvstartaðu. Nevndin avgjørdi, at 5 mannafør gentur skulu rógva umaftur. Tá støðan er soleiðis, so hava vit ikki annan møguleika enn at døma umróður, segði Annika Dalsgarð, forkvinna í Róðrarsambandinum um avgerðina. Men tað fall ikki í góða jørð hjá øllum. Tvey feløg hava síðani kært úrskurðin hjá nevndini til dómsnevndina, har málið liggur nú. Niðanfyri síggjast videoupptøkur av Eystanstevnuróðrinum, tá átta bátar, sambært Róðrarsambandinum, tjóvstartaðu. Fjølrit, sum røkir áhugamálini hjá teimum sum skriva tekstir, skriva tónar og taka myndir, er komið ásamt við Kommunufelagið um ein avtalufrymil, sum Kommunufelagið mælir kommununum at taka undir við. Tað hevur leingi verið lógarfest, at rindast skal fyri tilfarið, sum verður nýtt. Fjølrit hevur fingið loyvi frá Mentamálaráðnum at umsita skipanina, sigur umsitarin í Fjølriti, Heidi Durhuus. Týski samveldiskanslarin, Angela Merkel, heitir á evropeisku leiðararnar um at arbeiða í felag fyri at finna loysnir á tilflytingini til ES. Stóri spurningurn, sum ES toppfundurin i dag og í morgin skal svara, er, hvat skal gerast við tilflytarar fyri tað mesta úr Afrika , sum halda fram at koma um Miðjarahavið. Summi eru flóttafólk, og tey skulu viðgerast eftir altjóða sáttmálatreytum, men onnur eru tilflytarar, sum ikki hava krav til uppihald ella friðskjól. Týski innanríkisráðharrin, Horst Seehofer frá samstarvsflokkinum í Bayern, CSU, hevur givið Merkel freist til 1. juli, sum er longu nú sunnudagin, at loysa trupulleikan. Annars fer hann at geva boð um, at tilflytarar verða burturvístir frá markinum til hansara landspart, Bayern. Millum tilflytararnar eru eisini fólk, sum flýggja frá kríggi og hava stórar áneyðir at søkja um friðskjól. Men sokallaða Dublin prinsippið, sum sigur, at fólk, sum søkja friðskjól, skulu verða verðandi í tí fyrsta ES landinum, tey koma til, virkar ikki longur. Italia og Grikkaland, sum flestu fólk søkja til fyrst, krevja, at grannalondini eisini taka sín part av byrðuni. Kreppan nú er meira politisk enn nakað annað, tí tøl frá bæði Evroparáðnum og frá flóttafólkastovninum hjá ST vísa, at talið á fólki, sum ólógliga leita sær til ES, er minkað heilt nógv síðani oktober 2015, tá tað var størst. Verður eingin semja, vil Tjóðveldi hava spurningin um sjálvsavgerðarrættin til fólkaatkvøðu fyri seg, og so kann hitt í lógini bíða til seinni. Tað fæst eingin semja um stjórnarskipanina, og tí eigur løgmaður at gevast við arbeiðnum, til løgtingið er mannað við fólki, sum eru búgvin at semjast um eina stjórnarskipan. Vit hava sjálvsavgerðarrætt, og tí er ikki neyðugt at senda tann partin av stjórnarskipanini til fólkaatkvøðu, sum Tjóðveldi mælir til, sigur hann. Fyri kavaruddingina fær Landsverk 5,6 stig í miðal, har 7 er tað hægsta. Tað er ein lítil framgongd síðan 2015 og sama úrslit sum í 2016. Tað sæst í ársfrágreiðingini hjá Landsverki. Kavaruddingin hevur øll árini fingið góð skoðsmál í nøgdsemiskanningunum, sum stovnurin hevur latið gjørt síðani 2008, sigur Landsverk. Men eitt øki, ið ikki fær so gott skoðsmál, er stýringin av almennum byggiverkætlanum. Her er karakterurin 3,7 stig í miðal av 7 møguligum. Tað er ikki eitt nøktandi úrslit, sigur Landsverk. Í viðmerkingunum hjá teimum spurdu sæst, at talan í nógvum førum er um ónøgd við stýringina av verkætlanini Glasi og skúlanum í Hovi tvær verkætlanir, ið hava verið truplar, og sum hava fylt nógv í almenna kjakinum, sigur Landsverk í ársfrágreiðing sínari. Landsverk hevur annað hvørt ár síðani 2008 bílagt nøgdsemiskanningar, har fólk verða spurd, hvat tey halda um tænasturnar hjá Landsverki og um teirra nøgdsemi við stovnin sum heild. Eisini er ætlanin at skilja millum ymisk sløg av virksemi, so ymsar treytir verða settar alt eftir, hvat slag av virksemi, talan er um. Har sigur stjórin, at tað er skilagott at stremba eftir at víðka stovnin, men tað skal gerast við skynsemi, og pengar mugu fylgja við. Hon skrivar, at trætur á privatrættarliga økinum og mál, har vitnisfrágreiðingar kunnu vera avgerandi fyri, hvussu mál skulu loysast, eru minni hóskandi til skipanina hjá Kærustovninum. Men talið er kortini minni enn bæði í 2016 og 2015, tá málini vóru ávikavist 425 og 470. Men Høvuðsbarnaverndin hevði fleiri kærur til viðgerar enn áður. Kærurnar, sum nevndin viðger, kunnu vera truplar og umfatandi og upplýsingartilgongdin kann vera long, tí partarnir áhaldandi hava okkurt nýtt at viðmerkja. Stytstu miðal viðgerðartíðina hava kærurnar til Psykiatrisku sjúklingakærunevndina og málini hjá Høvuðsbarnaverndarnevndini. Viðgerðartíðin har var í miðal ávikavist 12 og 27 dagar í fjør. Fyri Havnina eru Annika Olsen, borgarstjóri, Gunvør Balle, varaborgarstjóri, og Heðin Mortensen, býráðslimur, í stýrinum í Høvuðsstaðargrunninum í Útnorðri. Viðgongdir prædikumenn ræða fólk til lýdni, moralskt politi hevur neyvt eftirlit við kvinnum, og børn verða forðað at spæla við børn, sum hava aðra trúgv. Í kanningini stendur ikki, hvussu mong fólk talan er um, skrivar SVT. Granskararnir leggja dent á, at salafisman og salafismu jihad er ein minniluti innan sunni islam og ikki umboðar muslimar sum heild og sum bólk. Lars Findsen, ovasti í FE, sigur við Altinget.dk, at Grønland kann enda í einum sera ójøvnum sambandi, har annar parturin hevur munandi fleiri vøddar at spæla við enn hin. Íløgur kunnu vera góðar, men baksíðan kann vera, at tú verður bundin av henni, og í longdini kann tað vísa seg at vera skaðiligt, tá talan er um tveir sera ólíkar partar, sum standa hvør móti øðrum, sigur Lars Findsen við Altinget.dk. Kina hevur fleiri ferðir víst áhuga fyri Grønlandi og Grønland somuleiðis. Í fjør heyst vóru fýra limir í grønlendska landsstýrinum í Kina á vinnuráðstevnu. Partarnir tosaðu um møguleikan fyri, at kinesarar eru við til at fíggja nýggju flogvallarverkætlanina, sum er mett at kosta slakar fýra milliardir krónur. Hans Enoksen segði eftir fundin, at hann var nøgdur, og at hann vónaði, at kappingarfør tilboð fóru at koma, tá arbeiðið skuldi bjóðast út. Men tað er ikki vandaleyst at loyva kinesiskum fyritøkum loyvi at fáa fótin fyri seg í Grønlandi, heldur fregnartænastan hjá donsku verjuni. Sambært Lars Findsen hava kinesiskar fyritøkur altíð sum aðalmál, hvat er best fyri áhugamálini hjá kinesiska statinum, tá tær gera íløgur, og tí kanst tú ikki skilja privat og handilslig endamál sundur, ljóðar ávaringin frá fregnartænastuni. Lars Findsen sigur, at tey halda eitt vakið eyga við kinesiskum virksemi í Grønlandi, tí Grønland er partur av ábyrgdarøkinum hjá verju fregnartænastuni. Mentamálaráðið hevur fleiri ferðir funnist at fíggjarstýringini hjá Fróðskaparsetur Føroya, tí Setrið hevur havt torført við at halda játtanina og biðið um eykajáttan fleiri ferðir. Í november í fjør segði Rigmor Dam, landsstýriskvinna í Mentamálum, millum annað í Løgtinginum, at Tað skerst ikki burtur, at ein leiðsla er sett at halda eina játtan. Eg haldi ikki, at tað er gagnligt, at mann ferð eftir ferð biður um eykajáttan og ferð eftir ferð rópar upp um, at mann ikki fær pengarnar at strekkja til . Rigmor Dam vísti tá eisini á, at hon vil hava greiðu á nøkur viðurskifti fyri betri at kunna taka støðu til játtanina til Setrið Tað er millum annað fráfall, tað er miðalaldurin, tað er hvussu nógv prógv verða útskrivað, hvussu nógv gransking verður givin út og so framvegis. . Hinvegin hevur leiðslan á Fróðskaparsetrinum fleiri ferðir víst á, at virksemið á Setrinum er vaksið nógv seinastu árini, og at leiðslan á Setrinum hevur lagt dent á at fáa nýggjar útbúgvingar, fyri at fáa fleiri lesandi. Hetta hevur eydnast. Talið á lesandi á Setrinum síðan 2012 er vaksið við 400, og er í dag umleið túsund. Sigurð í Jákupsstovu hevur sagt, at um Setrið skal vaksa upp í 1500 lesandi, so er neyðugt við fleiri útbúgvingum og hægri játtan. Fyri at fáa greiðu á fíggjarviðurskiftini setti Mentamálaráðið tí í mars ein arbeiðsbólk at gera eina frágreiðing um fíggjarstýringina á Setrinum. Leif Abrahamsen var formaður í bókinum, og í bólkinum vóru annars umboð fyri Mentamálaráðið, Fróðskaparsetur Føroya og Fíggjarmálaráðið. 1. At greina búskapargongdina hjá Setrinum yvir tíð og møguliga samanbera búskaparstøðuna við onnur universitet. 2. At greina, hvussu fíggjarstýringin er løgd til rættis og møguliga at mæla til ábøtur. 3. At mæla til ein fíggjarstýringarmyndil, sum kann verða brúktur at modellera virksemið. 4. At greina, hví munur er á talinum av teimum, sum standa at fáa útbúgvingarstuðul í skipanini hjá Studna og talinum av teimum, sum standa skrásett at vera lestrarvirkin á Setrinum. Frágreiðingin liggur ikki alment frammi á heimasíðuni hjá Mentamálaráðnum, og er mest meint sum eitt arbeiðsskjal til samstarvið og fíggjarsamráðingar millum Mentamálaráðið og Fróðskaparsetrið, sigur Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum. Endamálið er serliga at fáa gjøgnumskygni í fíggjarstýringina og eitt amboð hjá Mentamálaráðnum at taka støðu til, hvør tørvurin á fígging til Setrið veruliga er, sigur hann. Frágreiðingin hevur sera nógv tilmæli um ymisk viðurskifti. Men yvirskipað kann sigast, at kanningin vísir, at tað eru fleiri viðurskifti, sum mugu bøtast. Flestu tilmælini snúgva seg um at skapa størri gjøgnumskygni um virksemið hjá Setrinum. Hetta fyri at fáa betri innlit í, hvussu pengarnir verða brúktir. Stóri trupulleikin sambært Mentamálaráðnum er, at torført hevur verið at halda játtanina hjá Fróðskaparsetrinum, og at eykajáttan hevur verið neyðug í fleiri umførum. Mentamálaráðið sigur beinleiðis, at tað ofta hevur verið trupult hjá Mentamálaráðnum at fáa neyðuga innlitið í virksemið á Setrinum fyri at svara spurningum, sum politiska skipanin hevur sett. Júst hesir báðir spurningarnir fíggjarstýring og gjøgnumskygni hava ligið sera frammarlaga í hesum arbeiðnum og í teimum loysnum, sum mælt verður til at seta í verk . Orsøkin til hesa greining er millum annað ónøgd hjá Mentamálaráðnum um fíggjarligu stýringina, og at játtanin ikki heldur. Játtanin til Setrið er ein av teimum stóru rakstrarjáttanunum og ein tann játtanin, sum er vaksin mest á fíggjarlógini seinastu árini. Hesin vøksturin hevur skapt spenningar millum ráðið og Setrið, tí Setrið hevur viljað meira, enn hvat ráðið hevur kunnað skapt av játtan . Tað er neyðugt at talseta ein komandi vøkstur og at fáa størri politiskt kjølfesti fyri einum slíkum vøkstri, tí annars slepst neyvan úr tí naggatódn, sum ráðið upplivir í løtuni. Tað er neyðugt, at tað verður álit aftur millum partarnar. Ein av fyritreytunum er gjøgnumskygni viðvíkjandi, hvussu peningurin verður brúktur, og hvat fæst fyri peningin At skapa gjøgnumskygni er also høvuðsavbjóðingin, vísir arbeiðsbókurin á. Tí verður fyrst og fremst mælt til, at Setrið og Mentamálaráðið saman avtala eina politiskt kjølfesta rakstrarætlan fyri Setrið komandi árini. Og høvuðsamboðini fyri at endurreisa álitið millum partarnar og skapa gjøgnumskygni er ein matematiskur fíggjarstýringarmyndil, also eitt model, sum kann hjálpa Setrinum og Mentamálaráðnum at rokna tørvin á játtan til Setrið. Og eisini at skrásetingar sum heild verða neyvari. tað verður skipað eitt virkið innaneftirlit á Setrinum, sum millum annað skal hava eftirlit við skrásetingum av upplýsingum og fevnir um Próvbókina. Hetta er eisini eitt krav sambært roknskaparkunngerðini. tað verða fleiri virksemisupplýsingar á fíggjarlógini arbeiðsviðurskiftini á stovninum verða skipað og skrásett, so at krøvini í roknskaparkunngerðini verða fylgd. At álitið ikki er av tí besta millum Mentamálaráðið og Fróðskaparsetrið sæst serliga í tilmælinum um innaneftirlit. Lagt verður upp til, at tað javnan verða fundir millum Mentamálaráðið og Setrið, har støða verður tikin til fíggjarstøðuna og ætlanirnar fyri Setrið. Eisini vil Mentamálaráðið hava, at tann persónurin, sum hevur innaneftirlitið um hendi, skal kunna standa inni fyri rættleikanum av teimum upplýsingum, sum verða framleiddar av Setrinum her verður serliga hugsað um ætlanir, Próvbók og roknskaparviðurskifti alment, og at tær avgerðir, sum verða gjørdar innan lønarøkið, eru rættar . Tá Próvbókin verður tikin fram, er tað tí, at hon er grundarlagið undir skrásetta lestrarvirkseminum. Í henni verða øll lesandi skrásett, um tey eru virkin, eru í farloyvi, og hvussu nógv skeið, tey hava staðið. Próvbókin sigur altso nakað um effektivitet, góðsku, fráfall og framleiðslu á Setrinum, og í frágreiðingini verður dentur eitt nú lagdur á, at skil skal fáast á fráfallið. Arbeiðstíð, sjuka og frítíð hjá undirvísarum og granskarum skal eisini skrásetast. Tað verður hon ikki í nóg stóran mun, hóast krav er um tað í roknskaparkunngerðini. Fyri at fáa skil á, hvat arbeiðstíðin á Fróðskaparsetrinum í roynd og veru verður brúkt til, skal greiðari skráseting gerast, so yvirlit fæst yvir, hvør tíð verður brúkt til eitt nú gransking, undirvísing og fyrireiking. Gransking er sera týðandi partur av produktivitetinum á einhvørjum universiteti, men hvørki nøgd ella góðska av granskingini á Fóðskaparsetrinum verður nóg væl skrásett. Hetta skal fáast í rætt lag, fyri at greiða kann fáast á, hvussu nógv gransking veruliga verður útgivin, og sostatt, hvat kemur burturúr játtanini. Men tað er ein avbjóðing at skráseta nøgd og ikki minst góðsku av granskingini, stendur í frágreiðingini. Tað er ein stór avbjóðing at máta framleiðsluna av gransking í nøgd og góðsku. Hendan spurningin arbeiðir Setrið við. Hetta er ikki ein partur av hesum arbeiðinum. Mælt verður til, at tað skjótast gjørligt verða funnar meginreglur viðvíkjandi meting av framleiðsluni av gransking . Millum annað eru alt ov fá, sum taka sær av fyrisiting og KT, og nú virksemið á Setrinum er vaksandi, so veksur trýstið á hesar funktiónirnar eisini. Í frágreiðingini stendur Eru stuðulsfunktiónir ikki á einum nøktandi stigi, verða dýrir granskara og dekantímar brúktir upp á stuðulsuppgávur, vandi fyri øktum fráfalli millum lesandi, tað vera feilir í avgreiðslunum, størri sjúkrafrávera, meira neilig orka verður skapt í organisatiónini og tílíkum. Og støðan í løtuni er alt annað enn góð, tí Setrið hevur nógv færri fólk í fyrisitingini enn eitt nú universitetini í Danmark. Í frágreiðingini stendur, at Tá ið virksemið veksur, veksur trýstið eisini á hesar funktiónirnar. Tað er serliga talið av lærarum og talið av næmingum, sum ávirkar trýstið á stuðulsfunktiónirnar. Tað tykist sambært viðgerðini í partinum frammanundan, at virksemið á Setrinum er komið til eitt stig, har stuðulsfunktiónirnar eru fult útnyttaðar, og kanska meira enn gott er . Harumframt verður eisini víst, at um kravið skal lúkast um, at undirvísingin skal verða granskingargrundað, so er neyðugt við nógv fleiri fólkum, og tað krevur helst eisini hægri játtan. Lógin krevur, at øll undirvísing á Setrinum skal verða granskingargrundað, men í løtuni granska ikki øll starvsfólk. Orsøkin til hetta er serliga vantandi játtan, stendur í frágreiðingini. Frágreiðingin liggur ikki alment á heimasíðuni hjá Mentamálaráðnum, og er samrbært ráðnum ætlað sum eitt innanhýsis arbeiðsskjal til samskifti millum Mentamálaráðið og Fróðskaparsetrið. Men hvat nú, um vit ikki hava hug til at fara, har øll hini fara hvat er so at gera Summarmorgun fekk vitjan av Odu Wilhelmsdóttir Andreasen, sum hevur ein forkærleika fyri at ferðast í Føroyum, og hon hevur nógv góð hugskot. 15. apríl í 1989 lótu 96 viðhaldsfólk hjá fótbóltsfelagnum Liverpool lív í ófriði á áskoðaraplássunum á Hillsborough Stadium, har Liverpool og Nottingham Forest spældu FA Cup hálvfinalu. Nú verður ein løgregluovasti, sum hevði ábyrgdina av, at portrini til frammanundan fulla stadionøkið vórðu latin upp, skuldsettur fyri óviljað manndráp undir serliga skerpandi umstøðum. Avleiðingin av avgerðinini hjá løgregluovastanum David Duckenfield var, at fótbóltsfjepparar stunaðu inn á áskoðaraplássini, tað elvdi til fullkomnan ruðuleika, og 96 áskoðarar vórðu trokað og trampað til deyðis. Duckenfield hevði bara verið løgregluovasti í 19 dagar, tá hann tók hesa vanlukkuligu avgerð. Bara trý ár seinni fór tann tá 55 ára gamli Duckenfield á pensjón, og hann hevur seinni tikið ábyrgdina fyri vanlukkuni og greitt frá, at hann tók eina skeiva avgerð. Men tá málið varð tikið uppaftur í bretsku rættarskipanini í august í fjør, var Duckenfield ikki at síggja í rættinum. Hann varð vardur av einari gamlari avgerð, sum forðaði fyri at hansara mál kundi leggjast fyri dómstólarnar. Tann 18 ára gamla avgerðin er broytt ídag. Og tí kann David Duckenfield nú ákærast fyri óviljað manndráp móti 95 av teimum 96 Hillsborough offrunum. Seinasta offrið doyði av løstunum frá Hillsborough í 1993, og tí er tað málið fyrnað í mun til aktuella rættarmálið. Umframt løgregluovastan skulu fýra onnur, sum høvdu ein leiklut í samband við dystin á Hillsborough Stadium 15. apríl í 1989, eisini møta í rættinum. Gittarin, sum letur bólkin Hamferð í tann eftirhondini so eyðkenda gittarhamin, er ein Bjarnastein nummar 9 . Tað er Petur Magnus Bjarnastein, sum eigur og rekur Simme Musikkhús í Havn, ið hevur bygt gittaran í 1999. Eigaramaðurin í dag er Theodor Kapnas, sum er annar gittaristurin í Hamferð. Gittaran keypti hann frá Jón Tyril úr Clickhaze fyri bíligan penga. Vikuskiftissendingin var á gátt í Studio Bloch, har Theodor arbeiðir, at fregnast um, hvussu alt hongur saman í tilgongdini at fáa hendan tjúkka gittarmúrin fram í ljóðmyndini hjá Hamferð. Theodor greiðir frá, at tá ið teir taka upp í studio, brúka teir ikki vanligar forsterkarar. Skipanin, sum verður brúkt til tað so umráðandi metal gittarljóðið í Hamferð, kallast Kemper . Hetta er ein sonevndur digitalur guitar profiling og , ein digital skipan, har tað snýr seg um at kopiera vanligt gittarjóð úr einum forsterkara í skipanina. Hetta er ein stórur fyrimunur hjá okkum. Vit sleppa undan at dragsa stórar og tungar forsterkarar á pallin, hvørja ferð vit spæla konsertir. Ofta eru ikki meiri enn 10 minuttir at hava ljóðroynd í, og tað einasta, sum skal til fyri at fáa ljóð í Kemper , er at plugga gittaran í, tí ljóðini eru har frammanundan , sigur Theodor Kapnas úr og leggur afturat, at tá teir taka upp, senda teir tónleikin til USA at reampa gittarljóðið tað vil siga at ljóðið verður tikið úr skipanini, koyrt ígjøgnum gittarforsterkarar og tikið upp við mikrofonum. Hoyr samrøðuna her Ardbeg er eitt lutfalsliga nýtt whisky í Føroyum, men hetta slagið er gamalt. Hetta whiskyfelagið varð stovnað á oynni Islay í Skotlandi fyri meiri enn 200 árum síðani. Rúni Nielsen greiðir eldhugaður frá søguni aftanfyri Ardbeg, hvørji sløg eru og hvussu tey smakka. Onkra stuttliga anekdotu hevði Rúni eisini Til stuttleika koyrdi eg einaferð eina Ardbeg whiskyfløsku í eina Sodastream maskinu til eina whiskysmakking. Hetta vakti stóran ans og frættist aftur á destillaríinum Ardbeg. Til eina tilvildarliga rundvísing seinni, eg var til á distilleraríinum, greiddi tann, ið vísti okkum runt, frá um hesa søguna. Eg rætti tá fingurin upp og segði Tað var eg , sigur Rúni og flennur. Hoyr innslagið her Nærum eitt hálvt ár er liðið, síðani 1800 litrar av flúgvarabensini endaðu í náttúruni, men tað er ikki staðfest enn, hvør hevur ábyrgdina av dálkingini. Skeinkistøð skulu kunnu hava opið til klokkan tvey á nátt mitt í viku, og tað skal verða loyvt at dansa dagarnar kring stóru høgtíðirnar. Í dag og næstu dagarnir fara bilførarar ivaleyst at leggja merki til blómutyssi, sum eru sett upp við vegir ymsastaðni í landinum. Tann fyrsta ferðsluvanlukkan í Føroyum, sum kravdi mannalív, hendi í 1928, og síðani tá hava tilsamans 272 fólk latið lív í ferðsluvanlukku. Teir sveitta og eru pøstir, men er tað veruliga so strævið hjá spælarunum, sum vit í hesum døgum síggja kýta seg til HM í fótbólti, at renna eftir einum fótbólti í tilsamans 90 minuttir Tað er niðurstøðan hjá fótbóltsgranskaranum og professaranum Peter Krustrup, sum eisini er granskingarleiðari á Institut for Idræt og Biomekanik á Syddansk Universiteti í Danmark. Hetta veit heimasíðan videnskab.dk at siga. Í miðal renna fótbóltsspælarar tó bert 14 kilometrar undir einum dysti, og tá er upphitingin tald við. Eitt hálvmaraton er tó 21 kilometrar, so hvussu ber til, at ein dystur svarar til eitt hálvmaraton Um hugt verður eftir, hvussu ein spælari flytur seg á vøllinum, skulu teir 14 kilometrarnir faldast við 1,5, og tað gevur 21 kilometrar, greiðir Peter Krustrup frá. 1 Tíðin rennur. 2 Tað ger, at alt fær sín enda, og tí ræður um at varnast og gleðast um tær smáu virðismiklu løturnar eins væl og tær stóru. 3 Hugsið um, hvussu tit eru og hvørji tit eru, heldur enn hvat tit eru. 4 Tí lívið gongur upp og niður, og tað eru relatiónirnar við onnur, sum hava størstan týdning. At tit eru vinarlig og virðilig móti øllum hjálpsom, álítandi, nærverandi. 5 Og eru tit nærverandi, kunnu tit hoyra ráðini, sum tykkara egna hjarta gevur tykkum. Eg lovi tykkum, at tað eru tey bestu ráðini, tit nakrantíð fara at fáa. Til ber at lesa alla røðuna við at trýsta á leinkjuna niðanfyri. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, vil hava lógina, sum sleppir el bilum undan skrásetingar , meirvirðis og umhvørvisgjaldi, longda í minsta lagi eitt ár aftrat. Ein orsøk til, at fólk kanska aftra seg við at keypa el bil, er, at teir sleppa undan gjøldum bara í ár, men tað skal broytast, sigur Sirið Stenberg við Dimmalætting. Fáa teir, sum eiga línuskipið Sandshavið, menningarkvotu, verður beinan vegin farið at byggja nýtt frystilínuskip, sum verður mett at kosta meira enn 100 milliónir krónur. Reiðarin á Sandshavi, Kristian Martin Petersen, sigur við in.fo, at fær felagið menningarkvotu, er ætlanin í fyrstu atløgu at samstarva við onnur skip um at fiska uppsjóvarkvotuna. Tað er gott grundarlag at reka skipið, men neyðugt verður at fáa menningarkvotu, skal nýtt skip byggjast, sigur Kristian Martin Petersen. Tilsamans kann menningarkvotan skapa grundarlag undir 35 ársverkum umborð og 25 ársverkum í landi, sigur Kristian Martin Petersen, reiðari á Sandshavi, við in.fo. Ein lítil grind legði beinini á Borðoyarvík í nátt. Grindin var 26 hval og 186 skinn. Grindin verður býtt til tey, sum vóru í grind, sigur Karl Johansen, sýslumaður. Seðlarnir komu út fyri einum tíma síðani. Borðoyarvík er einum av teimum nýggju grindavágunum. Í fjørsummar var ein lítil grind hildin til har, og hetta var onnur grindin. Tað gekst væl at halda grindini til, sigur sýslumaðurin. Fýra línuskip og ein trolari, sum royna á Íslandsrygginum, norður ímóti íslendska markinum, verða órógvað av fleiri herskipum, sum hava venjingar á leiðini. Tá vit um fýratíðina tosaðu við skiparan á Jákupi B., Hans Lútzen, segði hann seg ikki vita, hvat fyri herskip talan er um, men samskiftið millum herskipini er bæði á amerikanskum og á fronskum, sigur skiparin á Jákupi B. Hann sigur, at teir varnaðust í gjárkvøldið, at herskip vóru á leiðini, men at tey gjørdu einki fyrr enn í dag, og føroysku skipini hoyra skotini frá herskipunum. Øll línuskipini hava sett, og Jákup B hevur meira enn helvtina av línuni eftir at draga. Ein partur av línuni stendur í økinum, har herskipini venja. Hans Lútzen sigur, at teir hava tosað við Vørn, men Vørn sigur seg einki kenna til venjingina, og hevur heldur ikki fingið nøkur boð um hana. Vørn hevur tosað við Arktisk Kommando, men heldur ikki teir siga seg kenna til nakra hernaðarvenjing norðanfyri, sigur skiparin á Jákupi B. Michael Hjort frá Arktisk Kommando sigur við útvarpið, at hann ikki kann gera nakrar viðmerkingar til tað, sum fer fram norðalaga í føroyskum, sjógvi, tí teir einki hava fingið at vita um nakra venjing, sum skuldi vera á leiðini. Annars upplýsir hann, at tá talan er um verju, so verður altjóða sjógvur mettur at vera sjógvurin uttan fyri 12 fjórðingar úr landi. Tann fyrri dysturin var millum Frankaríki og Argentina, og hann endaði 4 3. Sostatt fara vit ikki at síggja meira til Messi og hansara argentinsku fótbóltsfelagar, tað sum eftir er av HM. Seinni dysturin var millum Uruguay og Portugal, og úrslitið varð 2 1 til Uruguay, sum fer víðari til kvartfinaluna ímóti Frankaríki. Í dag eru tveir dystir á skránni. Spania og Russland spæla klokkan trý føroyska tíð, og so er tað Kroatia og Danmark, sum spæla klokkan sjey føroyska tíð. Vakthavandi á politistøðini sigur, at sum heild gekk alt væl og fólk vóru sera hampulig, men løgreglan varð tó boðsend fleiri ferðir til ósemjur, ófrið og til ein bardaga. Eisini hevur verið neyðugt hjá løgregluni at hjálpa fullum og avdottnum fólkum. Ein persónur var illur í sær og rópti, sleyg og sparkaði rundan um seg, og tí valdi løgreglan at klippa Voxbotn armbandið hjá viðkomandi. Løgreglan hevur í fleiri umførum í nátt steðga ófriði, har fólk eru blivin ósamd um eitthvørt og farin til hendurs. Tá hevur talan verið um fólk, ið vóru stadd uttanfyri Voxbotn økið. Sambært vakthavandi á politistøðini í Havn eru tveir menn skuldsettir fyri ófrið eftir politiviðtøkunum, tí teir fóru til hendurs. Hetta var í vesturbýnum í Havn. Vit hava stórar trupulleikar, segði Michael Moore í samrøðu við Stephen Colbert, og sipaði eitt nú til innflytingarpolitikkin, har børn og foreldur eru sundurskild við Meksikanska markið. Michael Moore hevur áður gjørt politiskar dokumentarfilmar, sum hava skapt øsing. Eitt nú Bowling for Columbine og Fahrenheit 9 11. Vinstrasinnaði Andr s Manuel Lopez Obrador er favorittur at gerast forseti. Hann er ein av fremstu monnunum í nýggja flokkinum Morena, og hevur í valstríðnum lagt seg eftir, at basa korruptión, fáa tamarhald á oljuídnaðinum og at hava eina greiða ætlan í sambandi við NAFTA samráðingarnar við USA. Hetta er triðja ferðin, at Andr s Manuel López Obrador stillar upp til forsetaval. Valstríðið í Meksiko byrjaði í semptember í fjør, og líka síðani hevur tað verið gerandiskostur at hoyra søgur um harðskap ella morð á politikararnar í landinum. Sambært meksikansku fyritøkuni í politiskari ráðgeving, Etellekt, eru minst 133 politikkarar myrdir síðani valstríðið byrjaði og fram til 13. juni í ár. Og seinasta týsdag blivu fimm vinstrasinnaðir politikkarar myrdir í syðra parti av Meksiko. Hesi sonevndu einføldu hjálpartólini kunnu gera tað gjørligt hjá eldri menniskjum at gera gerandisaktivitetir, tá kropsligu førleikarnir versna. Og tað hevur stóran týdning fyri tey eldru. Í kanningini bleiv hugt eftir, hvussu fólk eldri enn 67 ár, sum búgva í egnum heimi, upplivdu, at einføld hjálpartól, til dømis baðikrakkar, grípitengur, sokkaílatarir og rollatorar gjørdu tað lættari ella gjørligt at gera ymiskt í gerandisdegnum, sum hevði týdning fyri tey, til dømis at vaska sær, halda hús og keypa inn. Nógv gransking er gjørd í altjóða høpi um hjálpartólaveiting til eldri menniskju. Afturvendandi úrslitini eru, at tað hevur stóran týdning at taka støði í áskoðanini hjá borgaranum. Skotvenjingarnar fara fram í kvøld millum klokkan 19.00 og 23.00, og til ber at fáa samband við Vædderen á VHF Rás 16, boðar MRCC frá. Ein kanning vísir, at fíggjarmarknaðurin hevur eins stóran týdning fyri bretska búskapin og flogfara og bilídnaðurin, og at hann verður meint raktur, um eingin avtala fæst. Ein triðingur av teimum størstu bankunum, tryggingarfeløgunum og øðrum stovnum, sum veita fíggjarligar tænastur, siga seg umhugsa at flyta úr Bretlandi og til eitt ES land. Fíggjarvinnan hevur stóran týdning fyri bretska samfelagið, og í fjør rindaðu fíggjarfyritøkur 231 milliardir krónur í skatti og avgjøldum til ríkiskassan. Fleiri føroysk fiskiskip sum royndu á Íslandsrygginum, norður ímóti íslendska markinum, vóru í gjár órógvað av fleiri herskipum, sum høvdu venjingar á leiðini. Greitt er tó, at talan var um hernaðarskip hjá fleiri Nato londum, og at herskipini høvdu venjingar í altjóða sjógvi ímillum Ísland og Føroyar, váttar Michael Hjort. Tá talan er um verju, so verður altjóða sjógvur mettur at vera sjógvurin uttan fyri 12 fjórðingar úr landi. Lógaruppskotið kom á dagsskránni í svenska parlamentinum í framhaldi av MeToo rørsluni, har persónar, ið hava verið fyri kynsligum ágangi, komu fram alment og fortaldu um sínar upplivingar. Sambært nýggju lógini fremur tú neyðtøku, um tú hevur kynsligt samband við ein annan persón, sum ikki aktivt vísir, at viðkomandi hevur hug at luttaka. Ein persónur kann sostatt dømast fyri neyðtøku uttan at hava brúkt harðskap ella hóttanir, ella at viðkomandi hevur gjørt sær dælt av støðuni hjá hinum partinum. Nýggja lógin sigur, at dómstólarnir í framtíðini skulu vera uppmerksamir uppá, hvørt talan hevur verið um samtykki í sambandi við kynsligt samband ella ikki, tá tað snýr seg um neyðtøkumál. Anna Hannell, sum er dómari og hevur verið við til at gera nýggju lógina, sigur, at tað avgjørt ikki er neyðugt formelt at siga ja, trýsta á ein knøtt í eini app ella nakað líknandi. Í minsta lagi 48 fólk hava í dag latið lív í norðara parti av India, tá ein bussur við alt ov nógvum fólkum í koyrdi út av eggini uppi á einum fjalli og endaði niðri í eini gjógv. Trivendra Rawat, ráðharri í Uttarakhand, upplýsir, at bussurin datt niður í eina gjógv, sum er umleið 213 metrar djúp, og liggur við endan av Himmalaya fjallarøðini. Fólk stóðu pakkað sum sild í tunnu, sigur Jagat Ram Joshi, sum er løgreglumaður. Sambært honum er støðan hjá í minsta lagi sjey fólkum álvarsom. India er tað landið í heiminum við teimum vandamiklastu vegunum. Hvørt ár doyggja fleiri enn 10.000 fólk á vegunum í India. Ein stórur partur av vanlukkunum henda orsakað av skilaleysari koyring, vánaligum vegum og gomlum akførum. Rebekka Ingadóttir kom á sjeynda pláss, sum gav henni eitt reservapláss til finaluna, men tað bleiv tó ikki aktuelt, tí einki avboð var til finaluna. Hetta var tó besta úrslitið á kvinnusíðuni. Eyvind Akraberg Hansen er annar av venjarunum, og hóast tað ikki rakk til nakra medalju í føroyska hópinum, letur hann væl at úrslitinum Tað hevur gingið væl. Heilt væl. Samlaða úrslitið var positivt, sigur Eyvind Akraberg Hansen og vísir samstundis á, at hjá onkrum gekk betur enn væntað, meðan hjá onkrum øðrum gekk minni væl. Føroysku fimleikararnir koma aftur til landið í dag, og fáa so summarfrí í umleið tvær vikur, inn til venjingin byrjar aftur. Og tá verður av álvara vant fram til Norðureuropeiska meistaraskapið, sum fer fram í Akureyri í Íslandi tann 14. og 15. september. Nakrar kommunur hava gjørt sín egna ferðavinnupolitikk millum annað Sunda kommuna og nú eisini Tvøroyrar kommuna. Og tað er gott og neyðugt, at kommunurnar í hvør sínum lagi menna ferðavinnupolitikkar, heldur Theresa Turidardóttir Kreutzmann, sum júst hevur ment ferðavinnupolitikk fyri Tvøroyrar kommunu. Tí økini eru ymiskt og hava ymiskt at bjóðað og eisini ymiskar avbjóðingar at arbeiða við. Hon vísur á, at kommunurnar fáa mest burturúr at menna egnan ferðavinnupolitikk, og eisini kann tað hava við sær eina javnari fordeling av ferafólkunum. Tvøroyrar kommuna heitt á Theresa Turidardóttir Kreutzmann og Ingibjørg Berg um at gera ein ferðavinnupolitikk fyri kommununa, og er politikkurin er samtyktur av býráðnum. Tørvurin hjá kommununum at menna ferðavinnupolitikkir vaksur við vaksandi talinum av ferðafólki, vísur Theresa Kreutzmann á. Hon heldur, at kommunurnar serliga skulu duga betur at at varpa ljós á teir møguleikar, sum eru í økjunum at marknaðarføra seg. Tað at fleiri støð og kommunur nú eru farin at marknaðarføra seg sum ferðavinnustað, kann eisini hava við sær, at ferðafólkini verða spjadd meira kring landið, heldur Theresa Kreutzmann. Um vikuskiftið hava føroyskir fimleikarar kappast í norðurlandameistaraskapinum í amboðsfimleiki. Kappast bleiv í gjár og í dag í Farum í Danmark, har bæði kvinnur og menn hjá juniorum og seniorum umboðaðu Føroyar. Rebekka Ingadóttir kom á sjeynda pláss, sum gav henni eitt reservapláss til finaluna, men tað bleiv tó ikki aktuelt, tí einki avboð var til finaluna. Hetta var tó besta úrslitið á kvinnusíðuni. Hjá monnum var tað Rani Allanson Dalsgarð, sum kom á eitt 6. pláss í kappingini at leypa upp um hest. Eyvind Akraberg Hansen er annar av venjarunum, og hóast tað ikki rakk til nakra medalju í føroyska hópinum, letur hann væl at úrslitinum Tað hevur gingið væl. Heilt væl. Samlaða úrslitið var positivt, sigur Eyvind Akraberg Hansen og vísir samstundis á, at hjá onkrum gekk betur enn væntað, meðan hjá onkrum øðrum gekk minni væl. Føroysku fimleikararnir koma aftur til landið í dag, og fáa so summarfrí í umleið tvær vikur, inn til venjingin byrjar aftur. Og tá verður av álvara vant fram til Norðureuropeiska meistaraskapið, sum fer fram í Akureyri í Íslandi tann 14. og 15. september. Havsbrún í Fuglafirði tekur ímóti meginpartinum av svartkjaftinum, og virkið hevði sítt besta ár í fjør, sigur Odd Eliasen, stjóri. Jákup Mikkelsen í Fólkaflokkinum, sum er millum teirra, sum leggja uppskotið fram, sigur, at samgongutingfólk fáa eisini møguleikan at skriva undir. Hóast granskingini á Fróðskaparsetur Føroya ikki var neyvt viðgjørd í frágreiðingini um fíggjarstýring av Setrinum, so stendur í frágreiðingini, at granskingin ein týdningarmikil partur av virkseminum hjá stovninum. Og tí verður tað í frágreiðingini mælt til, sum skjótast finna meginreglur um meting av framleiðsluni av gransking. Frágreiðingin hevur millum annað sum endamál, at koma við tilmælum, sum skapa enn meira gjøgnumskygni í virkseminum hjá setrinum, og í hesum sambandi kann bøtast eisini um granskingarpartin. Í frágreiðingini stendur, at tað er ein stór avbjóðing at máta framleiðsluna av gransking í nøgd og góðsku, men mælt verður til, at tað skjótast gjørligt verður funnar meginreglur viðvíkjandi meting av framleiðsluni av gransking. Sigurð í Jákupsstovu, rektari sigur, at Setrið arbeiðir við hesum og tað sum serliga hevur vanta er at granskingin verður mett í altjóða høpi. Men tað er ein avbjóðin, serliga tí, at hetta krevur fyrisiting, og hon er undir stórum trýsti, tí hon ikki hevur verið raðfest seinastu árini. Frágreiðingin staðfestir eisini, at arbeiðstíð, sjúka og frítíð ikki verður nógv væl skrásett, hóast krøv eru um hetta í roknskaparkunngerðini. Endamálið við betri skráseting er at fáa eitt betri yvirlit vvir hvussu nógv tíð fer til eitt nú gransking, undirvísing og fyrireiking. Tað er ein fíggjarlig avbjóðing, um øll undirvísing á Fróðskaparsetur Føroya skal verða granskingargrundað, tí tað krevur millum annað at nógv fleiri fólk verða sett í starv. Tað ásannar Rigmor Dam, landsstýriskvinna í Mentamálum, sum eisini heldur, at ein størri partur av granskingini á Sertinum, skal fíggjast við pengum úr grunnum. Mentamálaráði setti í vár ein arbeiðsbólk at greina fíggjarligu stýringina av Setrinum, millum annað við tí Mentamálaráðið vildi hava meira gjøgnumskygni um virksemið á Setrinum. Hetta fyri i betri at kunna meta um tørvin á játtan til Fróðskaparsetrið. Sera nógv tilmæli eru í frágreiðingini og eitt av teimum snýr seg um, kravið um, at øll undirvísing skal verða granskingargrundað. Sambært lógini fyri Fróðskaparsetrið er tað eitt krav, at undirvísingin skal verða granskingargrundað. Tað vil siga, at øll starvsfólk sum undirvísa eisini skulu granska, soleiðis at undirvísingin er grundað á gransking. Men hetta kravið er ikki lúkað. Serliga eru tað ikki allir undirvísarar á Sjúkrarøktarfrøðideildini og Námsvísindadeildini, sum granska. Hetta tíð deildirnar áðrenn tær vóru lagdar saman við Setrið, vóru professiónsútbúgvingar. Orsøkin er bæði at øll starvsfólk ikki uppfylla krøvini um at verða granskarar, men serliga at pengar ikki eru játtaðir til at tey kunnu granska. Økið er sostatt ikki er raðfest nóg høgt fíggjarliga. Í frágreiðingini stendur, at skal lógarkravið um 100 prosent granskingargrundaða undirvísing uppfyllast,so hevði tað merkt, at lønarútreiðslurnar fyri Setrið høvdu verið 15 milliónir krónur hægri. Men hetta er bert um talan er um 100 granskingargrundaða undirvísing, og tað veldst sjálvandi um, hvussu lógarkravið um granskingargrundaða undirvísing skal tulkast, stendur í Ffágreiðingini. Rigmor Dam, landsstýriskvinna í Mentamálum, ásannar, at hetta er ein avbóðing, men vísur eisini á, at tað kann diskuterast, um øll sum undirvísa skulu granska. Rigmor Dam vísur eisini á, at uttanlanda verður ein størri partur av granskingini fíggja við pengum úr ymsum granskingargrunnum, og hon heldur, at hetta eisini hevði verið ein gongd leið í Føroyum. Tí hevur hon heitt á leiðsluna á Setrinum um at arbeiða við taka støðu til hendan møguleikan. Spania og Russland spældu seinnapartin áttindapartsfinalu í HM kappingini. Dysturin endaði javnur 1 1, og tí var leiktíðin longd. Men longda leiktíðini endaði eisini við javnleiki, og tí var brotssparkskapping. Brotssparkskappingina vann Russland, og Spania er tískil ikki víðari í kappingini um at gerast heimsins besta fótbóltsland. Russland hevur hinvegin spælt seg víðari í kvartfinalurnar. Danska stjórnin stuðlar Føroyum í royndunum at fáa fríhandilsavtalu við EABS, sum er samgongan millum Russland, Kasakstan, Hvítarussland, Armenia og Kirgistan. Tey eigur stjórnin, og uttanríkispolitikkurin umfatar eisini donsku handilsforðingarnar móti Russlandi. Tær halda fram, sama hvat Føroyar gera, sigur hann. Mikudagin fer Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis og vinnumálum, at ráðføra seg við Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum um fríhandilssáttmálan við Russland, Kasakstan, Hvítarussland, Armenia og Kirgistan. Í avtaluni við Føroyar stendur, at partarnir eru samdir um miðvíst at arbeiða saman og styrkja handilsligu og búskaparligu bondini millum londini. Teir fýra motorarnir, sum skulu setast upp á nýggja verkinum hjá SEV á Sundi, eru komnir til landið. Veggirnir til hallirnar, har motorarnir skulu standa, eru settir upp, og tá motorarnir eru komnir inn í bygningin, verður hann taktur. Gongst sum ætlað, verður nýggja verkið á Sundi liðugt seint í 2019. Tað verður mett at kosta 710 milliónir krónur. Endamálið við motorverkinum er at tryggja nóg nógvan streym, samstundis sum grøna orkan verður bygd út, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV. Heilsufrøðiliga starvsstova hevði eina umsókn liggjandi, men lýsti loyvið leyst at søkja, so onnur feløg eisini kundu bjóða seg fram. Tann, sum sjálvboðin hevur søkt, kann tí vænta sær tilsøgn um aliloyvi við teimum treytum, sum eru í alilógini, sigur alideildin hjá Heilsufrøðiliga starvsstova. Rigmor Dam, landsstýriskvinna vil hava betri yvirlit yvir virksemið hjá Fróðskaparsetrinum, so Mentamálaráðið betri kann taka støðu til játtanina til stovnin. Landsstýriskvinnan, sum nú hevur fingið frágreiðing um støðuna á Fróðskaparsetrinum, ásannar tó eisini, at fleiri øki eru niðurraðfest á stovninum. Rigmor Dam, landssstýriskvinna í Mentamálum hevur funnist at leiðsluni á Fróðskaparsetri Føroya og fíggjarstýringini fyri at seta á stovn útbúgvgingar og biðja um eykajáttanir. Og tí var ein arbeiðsbólkuri vár settur at gera frágreiðing um fíggjarstýringina. Í frágreiðingini sum nú er komin er millum annað ein matematiskur fíggjarstýringarmyndil gjørdur, sum kan hjálpa stovnunum at rokna út tørvin á játtan. Men víst verður eisini á, at eitt nú lestrarvirksemi, arbeiðstíð hjá starvsfólkunum á Setrinum og granskingin má skrásetast betur. Og Rigmor Dam landsstýriskvinna í Mentamálum sigur, at frágreiðingin staðfestir, at tað eru fleiri viðvíkjandi ting viðsíkjandi skráseting og fíggjarstýring, sum krevja ábøtur fyri at størri gjøgnumskygni verður í hvat játtanin verður nýtt til, og hvussu virksemi á setrinum er. Rigmor Dam sigur, at farið er longu undir at seta fleiri av tilmælunum í verk, og amboðini í frágreiðingini skulu brúkast til fíggjarlógarviðgerðirnar. Ivasamt er tó, um hetta verður í ár, tí fleiri viðurskifti taka tíð at fáa broytt. Jaspur Vang, sum er sýslumaður í Suðuroy, roknar við, at tað kunnu ganga tvær vikur, áðrenn kanningarnar hjá løgregluni eru lidnar. Í fyrru vikuni fekk fyrsti filipinarin prógv sum sjúkrarøktarfrøðingur. Hon eitur Manilyn Estrella Jacobsen, er 32 ára gomul, og hevur búð í Føroyum í fimm ár. Tað margháttliga er, at hetta aðru ferð hon fær sítt prógv. Hon noyddist at taka ein part av útbúgvingini umaftur. Orsøkin Filipinska prógvið kann ikki brúkast í Føroyum. Eg prátaði við Manilyn í síðstu viku og spurdi hana, hvussu tað kendist at fáa prógvið fyri aðru ferð. Klokkan hálvgum eitt er full flóð, og tá verður gjørd ein roynd at fáa ísfiskatrolaran Jaspis av. Jaspis fór á land sunnan fyri vitan á Kalsoynni um hálvgum tvey í nátt. Jaspis var á veg til fiskiskap, tá teir sigldu á land. Í heyst verður farið undir at ala rognkelsi í Svínoy. Virksemið verður í gomlu smoltstøðini í bygdini, sum Sjúrður Jacobsen keypti frá Bakkafrost fyri góðum tveimum árum síðani. Arbeiði verður til eini fimm ella seks fólk. Í fyrstu at løgu er ætlanin at ala eina millión fiskar, sigur Sjúrður Jacobsen, sum hevur fingið tilsøgn um loyvi at ala rognkelsi á landi. Rognkelsi er ein lítil fiskur, sum etir lús av laksi. Og marknaður er fyri hesum í Føroyum, sambært Sjúrði Jacobsen. Verður alivinnan í Føroyum samanborin við alivinnuna í Norra, sum hevur brúkt rognkelsi í nógv ár, so kann tørvur vera á umleið trimum milliónum rognkelsum at eta lús av laksi í aliringunum herheima. Sjúrður Jacobsen hevur higartil verið meira ella minni einsamællur við síni rognkelsi verkætlan í Svínoy. Nú øll loyvi eru komin undir land, skulu íløgur gerast í eina pumpustøð, sum kann pumpa sjógv upp í kørini á smoltstøðini. Eisini skal útgerð keypast til at reinsa sjógvin. Samlaða íløgan er sambært Sjúrði Jacobsen 2 3 milliónir krónur. Nú skal stigtakarin hava ein ella fleiri íleggjarar uppí, og tað hevur Sjúrður Jacobsen góðar vónir um at fáa. Og so verður annars farið ígongd. Eg vænti at seta fyrsta yngulin í kørini í heyst, sigur Sjúrður Jacobsen, sum fær yngulin antin frá Fiskaaling í Nesvík ella úr Íslandi. Sjúrður Jacobsen er sonur Bjarna Jacobsen, sum bygdi smoltstøðina í Svínoy í áttatiárunum. Tí hevur júst henda rognkelsis verkætlanin eitt serligt pláss í hansara hjarta, sigur hann. Rættindini fevna um hesar fýra kappingarnar Undankapping til EM í 2020 Undankapping til HM í 2022 Nations League 2018 2019 Nations League 2020 2021 Hetta fer at hava við sær, at sjónvarpsbussurin lýkur tey altjóða krøv, ið verða sett sjónvarpsframleiðara, sum skal framleiða landsdystir til útlendskar sjónvarpsrásir. Cecilia Jacobsen av Toftum vil gera upp við fatanina, um at kvinnur eru bíligar, um tær føra seg fram á ein ávísan hátt. Áður hava kvinnur barst fyri rættindunum at síggja út, sum tær vilja, har tað snúði seg um, at teimum ikki nýttist at vera vakrar. Í dag berjast fleiri kvinnur fyri tí øvugta at tær kunnu vera vakrar og sexuttar og skulu óðansæð hvat verða tiknar í álvara. Nøkur vilja vera við, at hetta er nýggja bylgjan av feminismu. Síggj instagram brúkarar hjá Ceciliu her . Føroyska bankakervið fær javnan illgruna um hvítvasking. Sambært Rune Nørregaard, kredittstjóra í BankNordik, er talið nógv hækkað seinastu árini. Tað hendir meira enn einaferð um vikuna, at BankNordik fráboðar bakmanspolitinum um møguliga hvítvasking. Eftir bygdagøtuni til Slættanes saman við Jóanisi Nielsen í Sandavági. Niðri á Vatni á Eiði hugleiðir fuglakøni Silas Olofsson um ternu, ritu og fuglalív. Høvdavirkið í Leirvík hevði 20 milliónir krónur í halli í fjør. Fyritøkan hevur framvegis ikki fingið pengarnar fyri vøru, ið varð seld til Nigeria, tá ógvuslig búskaparkreppa herjaði landið afturi í 2015. Í nýggjasta roknskapinum eru 14,5 milliónir krónur avskrivaðar fyri vøru, ið tá varð send til Nigeria, men har pengarnir ongantíð komu vegin fram. Hann vísir á, at hækkandi oljuprísir og meira støðug viðurskifti í Nigeria gera, at tey, sum plagdu at keypa vørurnar hjá Høvdavirkinum, so smátt eru við at fóta sær aftur Eirikur á Húsamørk dylir ikki fyri, at kreppan í Nigeria hevur gingið hart útyvir Høvdavirkið. Alt virksemið steðgaði upp, fólk mistu arbeiði, neyðugt var at niðurfrysta og umleggja lán, eins og nýggjur íleggjari er komin inn í Høvdavirkið. Eisini hevur Eirikur á Húsamørk roynt at finna nýggjar marknaðir, eitt nú er virkið farið at framleiða hundafóður til týska og bretska marknaðin. Í nøgd er hundamaturin tó bara ein viðfáningur í mun til risastóra, nigerianska marknaðin, ið framhaldandi er avgerandi fyri Høvdavirkið. Men revsingin kann roynast í Landsrættinum. Tað verður hon ikki í øksamálinum. Dómarnir hjá nevningatinginum í Føroya rætti eru tí endaligir. Mest ætlar at innflyta bústaðir og seta teir upp á Skála til starvsfólk hjá skipasmiðjuni og útlendingar, sum koma til Føroya at arbeiða hjá Mest, millum annað undirveitarar. Jákup Ósa, ítróttarskrivari hjá Norðlýsinum og bolt.fo, sá fyrra dystin á Malta, og sigur her, hvat hann væntar av seinna dystinum. Arkitekturur er nýggj summarsending í fimm pørtum, har vit eru á ferð saman við Alberti Isfeld, arkitekti. Í hesari fyrstu sendingini tosa vit eisini við Eyðun Andreasen, fólkalívsfrøðing, um nær og hví fráflytingin byrjar av útoyggjunum. Tú kanst hoyra sendingina her við eykatilfari Arkitekturur á útoyggj er nýggj summarsendirøð í fimm pørtum, har vit eru á ferð saman við Alberti Isfeld, arkitekti. Tú kanst hoyra sendingina her Arkitekturur á útoyggj er nýggj summarsendirøð í fimm pørtum, har vit eru á ferð saman við Alberti Isfeld, arkitekti. Tú kanst hoyra sendingina her við eykatilfari Arkitekturur á útoyggj er nýggj summarsendirøð í fimm pørtum, har vit eru á ferð saman við Alberti Isfeld, arkitekti. Tú kanst hoyra sendingina her Arkitekturur á útoyggj er nýggj summarsendirøð í fimm pørtum, har vit eru á ferð saman við Alberti Isfeld, arkitekti. Tú kanst hoyra sendingina her Tað er ikki lætt at vera kristin allastaðni. Tað sigur Rói Norðoy, sum er millum teirra, ið hava stovnað felagsskapin Open Doors Føroyar, sum vil varpa ljós á støðuna. Støðan er serliga ring í Norðurkorea og í India men eisini í Norðurafrika og Miðamerika hava fleiri kristin mist lívið. Helena Dam á Neystabø fer kortini ikki at seta seg ímóti ætlanini hjá landsstýriskvinnuni, nú tað er greitt, at LISA og Tjóðsavnið flyta inn í Hoydølum. Hóast einstakir danskir politikarar seinastu tíðina hava sett spurningar um handilsviðurskiftini millum Føroyar og Russland, sigur Annita á Fríðriksmørk seg hava lagt til merkis, at hvørki danska stjórnin ella ES hava gjørt vart við seg. Umframt tey 18 grundøkini, sum verða stykkjað út nú, er møguleiki fyri at útstykkja 12 grundøki aftrat á sama stað undir Middagsvarða. Í desember skal partafelagið Visit Faroe Islands lata landsstýrismanninum í vinnumálum eina ætlan um, hvussu ferðavinnan kann mennast í 2019. Tá verkætlan, sum hevur fingið stuðul, er liðug, skal Visit Faroe Islands hava eina eftirmeting av verkætlanini saman við roknskapi. Visit Faroe Islands skal hvørt ár lata landsstýrismanninum í vinnumálum ársfrágreiðing og eftirmeting og ársroknskap fyri stuðulin til vinnuna. Í sínum hoyringarsvari mælti Kommunufelagið til at broyta tíðarfreistina at lata landsstýrismanninum verkætlanina frá desember til september, so kommunurnar kunnu gera tillagingar í sínum egnu fíggjarætlanum, um so er, at øki, sum hava teirra áhuga, verða raðfest. Í sendingini hitta vit fólkini, sum búgva í Stóru Dímun. Vit fylgja teimum í teirra dagliga arbeiði og práta við tey um, hvussu tað er at búgva í Dímun. Eva úr Dímun sigur, at nógv halda, at tey ikki eru rættsiktað, men tey hava valt at búgva har, tí tey eru so góð við plássið, og tí tey eru so glað fyri tað arbeiðið, sum er at gera í oynni. Arbeiðið er hart og krevjandi, og ikki er tað nógv broytt tey seinastu 200 árini, men hesin aldargamli liviháttur fær tey at hugsa um lívsvirði og kanska eisini at seta spurning við, hvussu fólk liva ídag. Lagt til rættis Eir í Ólavsstovu Ein býarmynd í Havn kanska tann størsta hevur fingið nýggjan eigara. Gist og Vist, sum rekur hotell og matstovuvirksemi í høvuðsstaðnum, hevur keypt Kioskina á Vaglinum og latið hana upp í hendurnar á Smyrjibreyðsbúðini, sum felagið eisini eigur. Ætlanin er at seta kioskina í stand og lata hana upp í heyst. Navnið verður hitt sama, og kioskin verður framvegis ein kiosk, lovar Anja Eydnudóttir, ein av leiðarunum í Smyrjibreiðsbúðini. Málið er, at um 10 ár skal helvtin av øllum grønmeti, sum føroyingar keypa, koma frá Veltuni, sigur Katrin Petersen, forkvinna í Veltuni. Tveir menn, sum hava sitið varðhaldsfonglaðir síðani á nýggjárinum, og sum fyrrapartin í Føroya rætti vórðu ákærdir fyri grovan harðskap, nokta seg sekar. Menninir, sum eru 45 og 36 ára gamlir, nokta eisini at hava sligið og sparkað ein annan mann somu nátt, beint fyri klokkan tvey fríggjanáttina 29.desember í fjør, í einum húsum í Brøttubrekku í Havn. Teir eru báðir ákærdir fyri at hava sligið, sparkað og traðkað á ein 46 ára gamlan mann, sum sambært ákæruritinum fekk ringan skaða í høvdið av viðferðini. Sjálvir søgdu teir, hvør í sinum lagi, at teir royndu at hjálpa manninum, sum varð sligin og sparkaður, so hann ikki kvaldist í sínum egna blóði. Men tey mongu, sum taka heilivág fyri ov høgt blóðtrýst, skulu ikki óttast. Fáir føroyingar, kanska færri enn 10, eru í viðgerð við júst hesum heiliváginum, sigur Elin Mouritsen, deildarleiðari hjá Landsapotekaranum. Danska Heilivágsstýrið hevur sent ávaring út um, at eitt møguliga vandamikið evni er staðfest í ávísum blóðtrýstheilivági. Eingin bráfeingis vandi er fyri sjúklingarnar, men vit vita frá royndum við djórum, at evnið kann elva til krabbamein hjá teimum djórunum, red. , sigur Doris Stenved, sum er yvilækni í Heilivágsstyrinum, sum metir at eini 1200 danir eru í viðgerð við heiliváginum, sum nú verður afturkallaður. Tølini í Føroyum eru, sum nevnt, eisini sera lág, kanska færri enn 10 eru í viðgerð við júst hesum umrødda heiliváginum, sigur Elin Mouritsen, deildarleiðari. Landsapotekarin fór beinanvegin fyrrapartin undir at seta seg í samband við tey, sum hava fingið heilivágin útflýggjaðan, og Elin Mouritsen sigur við útvarpið, at væntandi hava øll fingið telefonboð í dag. Apotekið sigur soleiðis um málið á heimasíðu sínari apotek.fo Lægemiddelstyrelsen hevur afturkallað ávísan heilivág, ið inniheldur Valsartan. Møgulig heilsuskaðilig óreinska kann vera í hesum heilivági. Vísindasøgurnar í hesu sending eru um At best er fyri pinkubørn at sova hjá mammuni. At forndjórini, dinosaurarnir, vóru sera óhepnir á sinni, tá ið ein torusteinur rakti Jørðina. At gransking vísir, at tað er ein fyrimunir um skurðlæknin er ein kvinna. At fornfrøðingar hava funnið elstu plombaðu tenn. Og at rúmdarfrøðingar eru ikki á einum málið um, hvat himmallikamið Oumuamua var fyri nakað. Stjórin á Kósini hevur mist tolið við Fiskimálaráðnum, sum nú hevur brúkt hálvan fjórða mánað at viðgera eina kæru frá fyritøkuni um útlendska ognarlutin, nú Kósavirkið skal byggjast út fyri 40 milliónir krónur. Kósin eigur eisini línuskipið Núpur og meirilutan av Klakki. Tað er hesin ognarskapur, sum síðstu mánaðirnar hevur elvt til høvuðsbrýggj, tí hann ávirkar dagføringina av flakavirkinum. Íløgan er mett at kosta 40 milliónir. Fígging er fingin til 30 milliónir, men eigararnir í partafelagnum skulu sjálvir fíggja góðar tíggju milliónir, sum er nýggjur partapeningur. Tað ber ikki til, sigur Vørn, tí útlendingar eiga í Kósini, og nýggja fiskivinnulóggávan sigur at útlendingar skulu ikki økja sín ognarlut í fiskivinnuni á sjógvi, áðrenn tey skulu vera heilt burturi úr vinnuni 1.januar 2024. 19.mars kærdi Kósin hesa avgerðina til Fiskimálaráðið, sum er kærumyndugleikin yvir Vørn. Fiskimálaráðið hevur tó ikki svarað enn. Stjórin á Kósini gevur greitt til kennar, at hann heldur lítið høpi vera í teimum avmarkingum í nýggju fiskivinnulóggávuni, sum nú raka Kósina. Kósin tók ímóti 9900 tonsum av fiski í fjør, fimm prosent meira enn árið fyri. Og samlaða sølan øktist við 35 milliónum krónum, upp í 269 milliónir krónur. Men yvirskotið tódnaði niður í eina helvt úr góðum seks milliónum í 2016 niður í tríggjar milliónir í fjør. Orsøkin er lægri upsaprísur, sambært Hanusi Hansen. 206 ársverk eru knýtt at Kósini í Klaksvík. Heiðrik á Heygum er sera íðin í tónleikinum. Í løtuni er hann á konsertferð í Føroyum. Á konsertferðini varnaðist hann nakrar eyka basslinjur til sangin Black for the Occasion , sum riggaðu sera væl. Hann fór tí at endur innspæla lagið og gera eitt sjónbandalag til sangin. Síggj sjónbandalagið her Eg verði rastleysur, um einki hendir rundan um meg, sigur multi listarmaðurin Heiðrik á Heygum, sum væntar, at hann um skamma stund fer at leita sær uttanlands aftur. Men hann stendur tó fast við, at hann altíð fer at venda aftur til Føroya av og á. Heiðrik hevur verið virkin innan nógvar listagreinar, og í løtuni er tað tónleikurin, ið fyllir mest. Eftir hansara tykki ber ikki til at býta listagreinarnar upp, tí tær hoyra saman. Stjórnin sat á fundi í tólv tímar í gjár. Eftir fundin segði forsætisráðharrin, at stjórnin er nú vorðin samd um, hvørji viðurskifti Bretland vil hava við ES í framtíðini. Baklandið hjá Theresu May hevur hildið, at hon hevur verið ov lítið víðgongd í sínum ætlanum, men nú hevur hon so fingið stuðul at fara undir samráðingarnar við ES. Tað er Føroya Náttúru og Umhvørvisfelag, sum skipar fyri túrinum sum eina seinasta roynd at vísa á, at økið á Víkum ikki skal verða brúkt til aling. Sambært Theresu Jákupsdóttir, nevndarlimi í Føroya Náttúru og Umhvørvisfelag, er stór undirtøku fyri gongutúrinum. Tey 17 heimsmálini snúgva seg millum annað um at basa fátækradømi, at veita øllum at mat, rættin til góða heilsu, betri útbúgving, javnstøðu, burðardyggu orku, minni ójavna, veðurlagsátøk og lívið í havninum. Nummar Bátanavn Tíð Stig Gult kort Reytt kort 1 Sílið 05.09.41 7 0 0 2 Jallurin 05.10.27 6 0 0 3 Drekin 05.12.39 5 0 0 4 Royndin Fríða 05.15.08 4 0 0 5 Firvaldur 05.19.43 3 0 0 6 Silja 05.21.16 2 0 0 7 Ørnin 05.25.21 1 0 0 8 Ingibjørg 05.25.40 0 0 0 9 Tjaldrið 05.28.12 0 0 0 10 Heykur 05.31.21 0 0 0 11 Havfrúgvin 05.34.15 0 0 0 Bretland vil ikki, at ES dómstólar skulu hava vald í Bretland. Tað vil siga, at tað skal ikki vera dómstólurin í Luksemburg, sum eigur avgerðarrættin, tá ósemjur verða millum ES og Bretland. Nummar Bátanavn Tíð Stig Gult kort Reytt kort 1 Tambar 05.29.16 7 0 0 2 Falkur 05.31.27 6 1 0 3 Blikur 05.31.40 5 1 0 4 Báran 05.33.35 4 0 0 5 Drekin 05.33.48 3 0 0 6 Sílið 05.39.02 2 0 0 7 Frúgvin 05.40.48 1 0 0 8 Beinta 05.45.11 0 0 0 9 Kollur 05.59.19 0 0 0 10 Fenja 06.00.14 0 0 0 11 Knúkur 06.03.02 0 0 0 12 Stubbin 06.15.25 0 0 0 Nummar Bátanavn Tíð Stig Gult kort Reytt kort 1 Páll Fangi 04.59.36 7 0 0 2 Gongurólvur 05.04.42 6 0 0 3 Rádni 05.09.24 5 0 0 4 Lómur 05.14.30 4 0 0 5 Hósvikingur 05.23.21 3 0 0 Nummar Bátanavn Tíð Stig Gult kort Reytt kort 1 Árnfirðingur 04.51.37 7 0 0 2 Argjabáturin 04.52.41 6 0 0 3 Nevið Reyða 05.05.36 5 0 0 Børn og vaksin eru ikki í nóg stóran mun atskild á psykiatri ini. Hetta er als ikki nøktandi, sigur 23 ára gamla Milja Niclasen. Hon var fyrstu ferð innløgd á barnapsykiatri ina sum 15 ára gomul. Tá upplivdi hon at búgva saman við vaksnum fólki, ið vóru sera illa fyri, og hetta tók hart uppá hana. Løgtingsins umboðsmaður skrivaði fyri stuttum eina frágreiðing um umstøðurnar á barnapsykiatri ini. Løgtingsins umboðsmaður var sera atfinningarsom í síni frágreiðing, og hon mælir til, at viðurskiftini fáast í rætt lag sum skjótast, tí vit hava eina skyldu at taka okkum av hesum viðurskiftum millum annað sambært Barnarættindasáttmálanum hjá ST, ið Løgtingið tók undir við í 1992. Hóast tað eru fimm ár síðani Milja Niclasen var innløgd, var niðsturtøðan í frágreiðingini hjá Løgtingsins umboðsmanni nakað tað sama, sum Milja greiðir frá. Nummar Bátanavn Tíð Stig Gult kort Reytt kort 1 Erla Kongsdóttir 05.25.37 7 0 0 2 Sílið 05.28.05 6 0 0 3 Jallurin 05.35.28 5 0 0 4 Teistin 05.41.36 4 0 0 5 Blikur 05.56.20 3 0 0 Teilendsku mynduleikanir er farnir undir eina roynd at bjarga teimum 12 dreingunum og venjara teirra, sum hava sitið fastir í einum helli í Teilandi síðani 23 juni. Tað skrivar Danmarks Radio. Teilendska fótbóltsliðið var á útferð og leitaði sær skjól, men hava síðan sitið fastir í hellinum. Dreingirnir eru millum 11 og 16 ár. Venjarin er 25 ár. Mánadagin komu bretskir kavarar fram á liðið, men tað hevur ikki eydnast at bjarga teimum enn. 18 kavarar vórðu í morgun sendir inn í hellið í eini roynd at bjarga dreingjunum og venjara teirra. Bjargingararbeiðið fer væntandi at taka fleiri dagar. Royndir hava verið gjørdar at borða eitt hol niður í hellið, men tann ætlanin er slept og dreinginir mugu kava út. Amerikanski uttanríkisráðharrin, Mike Pompeo, hevur verið í Norðurkorea tveir teir seinastu dagarnar, og norðurkoreanska uttanríkisráðið sigur amerikansku støðuna elva til stórar trupulleikar. Stutt framman undan hevði amerikanska uttanríkisráðið boðað frá, at framstig vóru gjørd á fundinum, ið er tann fyrsti partanna millum síðani amerikanski forsetin, Donald Trump, hitti norðurkoreanska leiðaran, Kim Jong un, í Singapore. Á tí fundinum segði Kim Jong un seg vilja sleppa sær av víð síni kjarnorkuvápn, men hvussu tað skal gerast, hevur lítið verið sagt um. Norðurkorea sigur um fundin við Mike Pompeo, at amerikanarar leggja trýst á landið og gera seg inn á andan á toppfundinum í Singapore. Vit høvdu væntað, at USA kom við javnvigaðum hugskotum, har Norðurkorea fekk nakað afturfyri, sigur almenna norðurkoreanska tíðindastovan og ávarar um, at landið kann broyta støðu og ikki sleppa kjarnorkuvápnunum kortini. Á ferðini í Norðurkorea hitti amarikanski uttanríkisráðharrin ikki Kim Jong un, men Kim Yong chol, ið verður hildin at vera næsti maður leiðarans. Sjálvur hevur Mike Pompeo ikki sagt stórvegis um fundin annað enn at tíðarskeiðið fyri eina avvápnaðarætlan hevur verið umrøtt, eins og nær rakettroyndarstøðirnar skuldu takast niður. Hetta eru torførir spurningar, men framstig eru gjørd í nærum øllum spurningum, meira í nøkrum enn í øðrum, segði amerikanski uttanríkisráðharrin. Eftir toppfundin í Singapore segði amerikanski forsetin, at Norðurkorea ikki longur var ein hóttan, tá talan er um kjarnorkuvápn, at landið ikki skuldi kenna seg hótt, og at USA fór at steðga regluligu hernaðarvenjingum saman við Suðurkorea. Hinvegin hevur amerikanski forsetin endurnýggjað revsitiltøkini móti Norðurkorea, og amerikanska fregnartænastan sigur prógv vera fyri, at Norðurkorea framvegis byggir upp sína kjarnorku og rakettverju. Eftir fundin í Norðurkorea er amerikanski uttanríkisráðharrin farin til Tokyo, har hann í dag skal hitta japanska og suðurkoreanska uttanríkisráðharran. Ein vindmyllulund um somu stødd sum hon í Hoyvíkshaganum, hevði havt við sær sparingar á umleið 42 milliónir krónur um árið í oljunýtslu hjá SEV. Nú fækkast liðini og dystirnir í HM endaspælinum í Russlandi. Fjórðingsfinaludystirnir eru nú av, og bíðað verður nú eftir hálvfinalunum. Teir tólv dreingirnir og fótbóltsvenjari teirra vóru útferð og leitaðu sær skjól fyri regni, men sluppu ikki út aftur, tá vatnið fór at fløða og byrgdi teir inni. 18 kavarar fóru í morgun inn í hellið, og ein talsmaður fyri bjargingar mynduleikarnar sigur, at størsta avbjóðingin er, at vatnið fløðir, tað avmarkar tíðina, ið er til taks, og tí góvu foreldrini sítt samtykki at byrja bjargingina. Dreingirnir skulu ígjøgnum myrkar smogur fleiristaðni undir vatni fyri at sleppa útaftur. Tað er torført, tí teir eru ikki vanir við kavaraútgerð, og nakrir teirra duga heldur ikki at svimja. Partafelagið Eysturoyar og sandoyartunlar hevur tikið av einum tilboði um el arbeiðið, ið skal gerast í báðum undirsjóvartunnlunum. Tað er norska felagið Roxel, sum saman við El Service á Skála skal gera arbeiðið fyri 150 milliónir krónur. Tvey tilboð komu inn, og munurin teirra millum var tíggju milliónir krónur. Ljósskipanirnar verða gjørdar soleiðis, at ljósið í loftinum lýsir sterkari frammanfyri bilin og viknar aftur aftanfyri hetta fyri at spara streym. Haraftrat verða myndir støðugt tiknar av tunnilsbreytini, so um ein bilur missir vøru ella okkurt tílíkt á vegin, dugir myndaskipanin sjálv at boða frá, so tað kann fáast burtur, áðrenn skaði á onnur akfør stendst av óhappinum. Sáttmáli er eisini undirskrivaður um ta pumpuútgerð, sum tunnlarnir skulu hava. Tvey tilboð komu inn, KJ Hydralik á Kambsdali átti tað lægra, og vil gera arbeiðið fyri tíggju milliónir krónur. Fyri einum mánað síðani var komið í helvt at bora Eysturoyartunnilin, og herfyri var hátíðarhald í Traðardali á Sandi, har fyrsta skotið var latið av fyri Sandoyartunnlinum. Forsætisráðharrin í Etiopia, Abiy Ahmed, er á vitjan í Eritrea, nú semja er um at enda vápnaða bardagan um markið landanna millum. Forsetin í Eritrea, Isaias Afewerki, beyð etiopiska forsætisráðharranum vælkomnum til høvuðsstaðin Asmara. Framman undan hevur ein stjórnarnevnd úr Eritrea verið í Addis Ababa. Vápnaðir bardagar heva fleiri ferðir verið um markið millum londini, eisini tey seinastu tvey árini og fólk í tíggjutúsundatali er deyð. Men tá Abiy Ahmed, tók við sum forsætisráðharri í Etiopia í apríl mánað, góðtók hann eina niðurstøðu um markið, sum gongur kravinum hjá Eritrea á møti. Eritrea loysti frá Etiopia í 1993, og síðani hevur stríð verið um markið nærhendis býnum Badme. Ein nevnd við umboðum fyri bæði londini varð sett, men tá hon gjørdi sína niðurstøðu í 2002, vildi Etiopia ikki góðtaka hana og noktaði at taka herin aftur. Síðani hevur krígsstøða valdað millum londini, í tilsamans fimm ár hava bardagar verið, teir seinastu vardu í tvey ár, til Etiopia nú játtaði at góðtaka markið. Prísurin á olju kann tvífaldast komandi tíðina, meta greinarar hjá greiningarfyritøkuni Sanford C. Bernstein og Co. Tað veit vinnutíðindaberin Bloomberg at siga . Prísurin á olju er støðugt hækkaður síðani hann var lægstur í oljukreppuni í 2006, mem komandi tíðina eru útlit til stórar príshækkingar. Orsøkin er, at strategiskir íleggjarar í oljufeløgunum hava kravt vinningsbýti frá fleiri av teimum stóru altjóða oljufeløgunum. Peningurin, sum tí ikki er brúktur til at leita eftir nýggjum oljukeldum ella til at veksa um framleiðsluna. Miðalprísurin á eini tunnu hevur seinastu tíðina ligið um 80 dollarar, men kann sambært greinarum skjótt vera um 150 dollarar fyri tunnina. Tað er sami støði, sum prísurin var á fyri 10 árum síðani. Sambært greinarafyritøkuni eru oljugoymslurnar hjá stóru feløgunum minkaðar 30 prosent seinastu árini og tað leggur stórt trýst á kostnaðin. Panikkur er størsti vandin hjá einum óroyndum kavara, sum skal kava í einari holu. Tað sigur Bjarti Petersen, vinnukavari, sum eins og onnur hevur fylgt bjargingaroyndini í Teilandi. Landsstýrið ætlar at gera eina greiða ætlan og nýtt lógargrundarlag fyri at skipa ferðing í haganum. Uppskot um hetta verður lagt fyri tingið í heyst. Tað sæst í svari frá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, til Kristionnu Winther Poulsen, tingkvinnu, sum setti landsstýrismanninum fyrispurning um málið. Landsstýrið hevur tikið stig til at fremja eina greiða ætlan og at gera nýtt lógargrundarlag og reglur til tess at skipa ferðing í haga og fjøllum og í fjøru harundir um heimildir at taka gjøld, kemur fram í svarinum frá Høgna Hoydal. Fiskimálaráðið, Uttanríkis og vinnumálaráðið og Heilsu og innlendismáláráðið og avvarðandi landsstýrisfólkini hava í longri tíð samstarvað um at fáa skipað og samskipað økið við atliti til náttúruvernd og umhvørvi, landbúnað og møguleikarnar hjá bóndum at útinna síni rættindi og reka sítt virksemi, rættin hjá borgarum at ferðast í egnum landi og til ferðavinnuna og útlendsk ferðafólk, sæst í svarinum. Landið eigur at hava greiða heimild at seta reglur fyri, um og hvørji gjøld kunnu takast fyri at ferðast í føroysku náttúruni og tað er hesa heimild, sum landsstýrið vil leggja fyri Løgtingið um at útvega sær sum skjótast, sigur Høgni Hoydal í svarinum. Landsstýrismaðurin metir, at inntøkur frá møguligum gjaldi fyri at ferðast í føroysku náttúruni í sambandi við økta ferðavinnu, í fyrsta lagi eiga at brúkast til at rinda útreiðslur til vernd og trygd hjá náttúru, fólki, djórum og plantum og skipað viðurskifti á ymsu plássunum, sigur landsstýrismaðurin í svarinum til Kristionnu Winther Poulsen. Eftir at áhugin og eftirspurningurin í fleiri ár var lítil ella næstan eingin eftir grundstykkjum í Nes kommunu, er vend komin í seinastu 3 árini. Tað sigur Nes kommuna í árfrágreiðing sínari. Nú eru øll grundstykkini við Lýðarsveg umbiðin seld. Fyri 3 árum síðani vóru bert 2 grundstykkir av 24 seld. Eisini hevur áhugi verið at ogna sær grundstykki við Gaddavegin. Harumframt eru onnur grundstykkir seld runt um í kommununi. 13 grundstykkir eru seld í 2017, sæst í ársfrágreiðingini. Av tí at eftirspurningurin eftir grundstykkjum er øktur, samtykti býrðáðið í fjør at fara undir fyrireikingar av nýggjum útstykkingum. Samtykt er at fara undir fyrireikingar av grundstykkjum longur inn frá Gaddavegnum, eins og tað verður fyrireikað ein útstykking longur inn frá Høganesvegnum. Í alt 20 grundstykkir. Harumframt verður framvegis arbeitt við at fáa Bústaðir at byggja íbúðir á Toftum. Nes kommuna keypti lendið í 2017, og lendisarbeiðið verður projekterað í løtuni og eftir ætlan boðið út í summar, sæst í ársfrágreiðingini hjá Nes kommunu. David Davis gjørdist ráðharri í 2016 og hevði ábyrgdina av samráðingum hjá Bretlandi við ES um Brexit, tað vil siga ætlanina hjá Bretlandi at fara úr ES. Nógva avfallið hevur elvt til vatnflóð og nógv skriðulop í mið og vesturjapan, og 42 fólk eru deyð í Hiroshima, 23 í Ehime og 15 í Okayama. Norðurlendskir dómarar rópa nú varskó. Óhefta rættarskipanin í Póllandi er hótt, siga dómararnir, tí nýggj lóg kann noyða 27 av 72 hægstarættardómarum frá embætinum, fimm ár áðrenn starvsskeiðið er runnið. Lógin, sum nationalkonservativa stjórnin í Póllandi fekk samtykta í parlamentinum, merkir, at meira enn triðihvør hægstarættardómari er í vanda fyri at verða settur frá. ES nevndin hevur hvassliga fordømt lógina, tí hon skal vera ein beinleiðis hóttan móti pólska rættarstatinum og tríbýtinum av valdinum. ES nevndin hevur eisini tikið fyrsta stig til rættamál móti pólska statinum, tí lógin skal vera brot á reglurnar fyri limaskapi í ES. Lógin lækkar pensjónsaldurin fyri dómarar í Hægsta rætti úr 70 niður í 65 ár. Dómarar, sum ikki vilja frá, tá teir eru 65, kunnu sambært nýggju lógini halda fram, um forsetin loyvir tí. Men ongar mannagongdir eru ásettar um avgerðina hjá forsetanum, og eingin møguleiki er fyri at royna avgerðina hjá forsetanum í rættinum, sigur ES nevndin. Danskir dómarar, tað merkir eisini teir, sum virka í Føroyum og teirra norðurlendsku starvsfelagar, stúra um gongdina í Póllandi. Og nú hava feløgini hjá teimum boðið pólsku dómarunum til Helsinki í august í eini roynd at stuðla teirra hótta óheftni. Michael Schøberg er formaður í danska dómarafelagnum, og hann segði millum annað við P1 Morgen, at støðan bæði er skelkandi og frustrerandi. Formaðurin í danska dómarafelagnum hevur stóra virðing fyri dómaraforkvinnuni í pólska Hægstarætti, sum noktar at fara frá, hóast hon er farin um tey 65. Spurdur um, hvat ítøkiligt norðurlendsku dómararnir kunnu gera fyri at ávirka støðuna í Póllandi, sigur Michael Schøberg, dómaraformaður, at teir kunnu brúka altjóða frælsu fjølmiðlarnar, miðlarnir í Póllandi eru eisini lutvist frælsir enn, umframt at teir eisini kunnu fara til Póllands at vísa samhuga. Davis sigur í sínum uppsagnarbrævið, at hann heldur, at samráðingarstøða Bretlands er viknað nógv við hesi semjuni, og at hann fleiri ferðir áður hevur verið ósamdur við kósina, sum stjórin hevur lagt. Higartil havi eg valt at standa við meirlutanum, men nú haldi eg, at tað er best, um onkur tekur yvir, sum stendur fult og heilt við ætlanina, skrivar Davis millum annað í sínum uppsagnarbrævi. Varastjórin skal optimera samlaða virksemið í sjúkrahúsverkinum, umframt at viðkomandi skal tryggja miðvísa menningartilgongd og góðskutrygging, stendur í lýsingini. Umframt at vera varastjóri fyri alt sjúkrahúsverkið, skal tann setti eisini vera læknafakligur ráðgevi og sparringspartnari fyri Heilsumálaráðið. Varastjórin við læknafrøðiligari barlast verður ovasti ábyrgdarhavandi lækni í føroyska sjúkrahúsverkinum og mannar saman við sjúkrahússtjórunum og varastjórunum annars leiðsluna í sjúkrahúsverkinum. Føroyskir mynduleikar eiga at fáa boð um hernaðarvenjingar í føroyskum sjóøki. Tað heldur Magni Arge, fólkatingslimur, sum nú hevur sett danska verjumálaráðharran skrivligan fyrispurning. Í fyrispurninginum spyr Magni Arge Claus Hjort Frederiksen um, hvat danski verjumálaráðharrin heldur um, at Nato 30. juni hevði hernaðarvejingar innan fyri føroyskt fiskimark, har skotið var við skørpum og sum noyddu føroysk fiskiskip at gevast at fiska í økinum, uttan at Nato boðaði føroyskum mynduleikum frá hesum. Magni Arge vil eisini vtia, hvat danski verjumálaráðharrin heldur um, at Arktisk kommandi heldur ikki fekk boð um hernaðarvenjingarnar. Magni Arge skrivar í grungevingunum fyri fyrispurningin, at hann metir, at venjingin er at vanæra føroyska sjálvræði, tí venjingarnar ganga fyri seg í føroyskum fiskiøki og hann heldur, at tað hevur stóran týdning fyri álitið til danska herin og til Nato, at regglurnar um kunning í Fámjinsskjalinum verða hildnar. Magni Arge vísur á, at serliga nú, tá áhugin fyri Arktisk er vaksandi, er tað sera týdnignarmikið at føroyksir mynduleikar verða kunnaðir um hernaðarmál og tiknir við politisk í spurningum um hernaðarmál. Føroya náttúru og umhvørvisfelag vil hava Heilsu og innlendismálaráðið at ógilda umhvørvisloyvið hjá Luna, at gera royndir at ala á Víkum, til Yvirfriðingarnevndin hevur tikið støðu til spurningin. Felagið skipaði fyri mótmælisgongu á Víkar í gjár, og yvir 200 fólk vóru við. Tað vísir stóra áhugan fyri økinum á Víkum, sigur Martin á Fløghamri, nevndarlimur í FNU. Tað er neyðugt at friða eitt slíkt øki, sum er so serstakt ikki bara í Føroyum, men í øllum heiminum, sigur Martin á Fløghamri millum annað. Føroya náttúru og umhvørvisfelag savnaði í vetur undirskriftir fyri at friða økið á Víkum, og 1500 undirskriftir vórðu handaðar myndugleikunum. Vit hava kært til Heilsu og innlendismálaráðið, og vit hava biðið umhvørvisstovuna um at steðga hesi royndini at ala á Víkum, sigur Martin á Fløghamri, sum leggur afturat, at enn hevur felagið einki svar fingið upp á kærurnar. Á Umhvørvisstovuni verður upplýst, at Umhvørvisstovan ikki viðger kæruna frá FNU um umhvørvisgóðkenningina, tí málið er kært til Heilsu og innlendismálaráðið. Shinzo Abe, forsætisráðharri hevur avlýst ferðir sínar til Belgia, Fraklands, Saudi Arabia og Egyptaland, nú slík undantaksstøða valdar heima, og hann segði í gjár, at bjargingarliðini stríðast ímóti tíðini . Síðani hósdagin hevur regnað so illa í vesturjapan, at tað svarar til tríggjar ferðir regnið, sum plagar at vera allan juli mánað. Theresa May hevur útnevnt Raab í dag, nú David Davis legði frá sær seint í gjárskvøldi, tí hann ikki kundi taka undir við tí semjuni, sum stjórnin hevur gjørt um, hvussu Brexit skal verða. Dominic Raab, sum hevur verið bústaðarmálaráðharri, var ein av fremstu forsprákarunum fyri, at Bretland skuldi fara úr ES, tá fólkaatkvøða var í 2016. Í eini fráboðan frá Downing Street stendur, at Theresa May hevur tikið ímóti fráfaringarboðunum hjá uttanríkisráðharranum, og at hon skjótt fer at kunngera, hvør kemur í hansara stað Stórur politiskur ófriður er í bretsku stjórnini og í parlamentinum av Brexit. Seint í gjárskvøldið legði Brexit ráðharrin David Davis frá sær, og nú hevur Boris Johnson so sagt seg frá. BBC skrivar, at nýggja ætlanin ikki bara hevur elvt til, at David Davis og Boris Johnson eru farnir frá, men at æltlanin eisini hevur lopið øði í nógvar konservativar parlamentslimir. Menn í Føroyum fáa framvegis væl meira útgoldið í lønum enn kvinnurnar í Føroyum fáa. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Hagstovu Føroya . Tilsamans fingu løntakarar í Føroyum útgoldið 2,388 milliardir krónur fyrstu seks mánaðirnar í ár menninir fáa útgoldið tann størra partin. Menninir í Føroyum fingu útgoldið 1.478 milliónir í lønum meðan kvinnurnar fingu útgoldið 910 milliónir krónum í lønum fyrra hálvár í ár. Hetta svarar til, at menninir í Føroyum fingu 62 prosent av øllum lønunum fyrra hálvár meðan kvinnurnar fingu 38 prosent av lønarútgjaldingunum. Seinastu vikurnar hevur 14 ára gamli Marius Dam Christophersen framført ymsastaðni. Hann rappar. Sangskráin fevnir mest løg hjá kendum rapparum so sum Kendrick Lamar og Kanye West men fríggjakvøldið á Staðnum í Vestmanna framførdi argjamaðurin eisini eitt egið lag. Tað eigur 64 Bars. Vit fingu Marius DC at rappa tað inn í útvarpsstovuna. Ein 45 ára gamal maður fekk eitt ár og tríggjar mánaðir í fongsli og hin maðurin, hann er 36 ár, fekk eitt árs fongsul. Teir eru dømdir fyri tað sama. Men eldri maðurin fekk harðari dóm, tí hann er dømdur fyri at hava framt harðskapin, meðan hann var royndarleyslatin og átti 74 dagar eftir av einum gomlum dómi. Báðir menninir eru dømdir fyri harðskap fyrr. Dómarin segði, at tað dregur hinvegin revsingina niður, at ikki kann útilokast, at grovi harðskapurin er úrslitið av einum slagsmáli millum teir báðar dømdu og tann, sum varð fyri harðskapinum. Báðir menninir tóku við dóminum, teir fingu í dag. Og báðir eru nú latnir leysir. Teir hava verið í varðhaldi síðani 29. desember í fjør. Ákærin kravdi annars, at maðurin, sum fekk harðari dómin, skuldi aftur í varðhaldið eftir rættarfundin í dag. Vandi var annars fyri, at harðskapurin endurtók seg, segði ákærin. Verjin mótmælti, og dómarin tók mótmælið til eftirtektar, og maðurin varð latin leysur. Báðir mennirnir eru frídømdir fyri at hava sligið og sparkað ein annan mann, mannin, sum leigaði íbúðina, grovi harðskapurin varð framdur í fríggjanáttina 29. desember í fjør. Ákærin kravdi hálvtannað til tvey ára fongsul, tó nærri teimum tveimum árunum. Tríggir mánaðir vóru tó fyri revsilógarbrotið, sum ákærdu menninir vórðu frídømdir fyri. Av tí, at menninir eru frídømdir fyri annað brotið, teir vórðu ákærdir fyri, skal tað almenna rinda ein triðing av sakarkostnaðinum. Menninir báðir eru eisini dømdir at rinda endurgjald. Handa Stjørnurnar eitur nýggja fløgan hjá Elini Brimheim Heinesen. Hóast hon hevur verið virkin innan tónleik nærum alt sítt lív, er hetta hennara fysta fløga sum einstaklingur. Elin Brimheim Heinsen var serliga virkin á tónleikapallinum í 70 og 80 árunum, har hon saman við Kára Jacobsen var við í bólkinum Nalja. Sangir hjá Nalju so sum Á, tann deiliga Havn , Sjeikurin og Eitt dýpi av dýrari tíð liva enn væl millum fólkið. Metoo er helst eitt tað mest nýtta orðið í fjør. Rørslan, har kvinnur savnaðust um at fortelja søgur um persónligan ágang fór víða um eisini her í Føroyum. Nøkur vilja vera við, at rørslan fór av sporinum, tí hon fevndi so breitt. Tó er greitt, at Metoo rørslan hevur elvt til kjak í nógvar ymsar rætningar. Siri Sørensen er ein teirra, ið heldur at metoo rørslan er kærkomin, tí hon er alneyðug. Tó troyttast hon av, at kjakið ofta er farið av sporinum, har dentur hevur verið lagdur á, at menn eru ov primitivir, og kvinnur í stóran mun eru gjørdar til offur. Metoo rørslan setur hol á kjakið um samfelagsligar sturktarar og makt strukturar millum kvinnur og menn, ið eru undirliggjandi í gerandisdegnum, sigur Siri Sørensen, sosiologur og fyrrverandi blaðstjóri á kvinnu. Alt plast verður nú bannað á G festivalinum í Gøtu. Sølubúðirnar á festivalinum hava nú fingið forboð móti at selja vørur, sum innihalda plast. Vit hava í fleiri ár viljað gjørt okkara fyri, at umhvørvið ikki skal líða undir festivalinum, sigur Sigvør Laksá, stjóri í G festivalinum, við heimasíðuna hjá festivalinum. Øll gløs, sum verða nýtt á festivalinum, eru gjørd úr tilfari, ið kann niðurbrótast í náttúruni. Samstundis setir festivalurin eisini átøk í verk, ið skulu minka um nýtsluna av glasi. Hetta gera vit fyri at eggja fólki til at endurnýta síni gløs, sigur Sigvør Laksá, stjóri í G festivalinum, sambært heimasíðuni hjá festivalinum. Ein, sum hevur fylgt serliga væl við hættisliga tilburðinum í Teilandi, er Preeyakorn Ya, sum er ættað úr Teilandi, men býr í Føroyum. Fyrr í dag løgdu bæði Brexit ráðharrin og uttanríkisráðharrin frá sær, tí hvørgin teirra kann taka undir við útgangsstøðinum hjá stjórnini í samráðingunum um Brexit. Teir vórðu ákærdir fyri harðskap móti manninum, sum búði í Brøttubrekku 19, har sum grovi harðskapurin varð framdur fríggjanáttina 29.desember í fjør. Maðurin greiddi Føroya rætti frá í gjár, at hann varð sligin eina ferð og sparkaður eina ferð, tá hann royndi at steðga hinum harðskapinum. Endurgjaldið í harðskapsmálinum, sum varð viðgjørt í Føroya rætti fríggjadagin og í gjár, varð roknað fram til fríggjadagin 6.juli, tá dómsviðgerðin byrjaði. Enn ber ikki til at siga, hvør endaliga støða hansara er eftir harðskapin beint fyri ársskiftið, har hann breyt skallan, fekk heilabløðingar og skaða á bæði lungu. Men rætturin gav endurgjald fyri sviða og pínu til 6.mars, tá maðurin fór úr sjúkrahúsi. Tað var eisini tað, sum verjarnir kundu góðtaka. Uttanríkis og vinnumálaráðið skal kunnast um hernaðarvenjingar, sum Nato hevði í føroyskum sjóøki. Tað sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkismálum. Tí hevur Uttanríkis og vinnumálaráðið sent danska verjumálaráðharranum mótmæli um manglandi kunning í sambandi við venjing, sum var her næstseinasta vikuskiftið. Poul Michelsen sigur, at sum heild skulu Føroyar kunnast betur um verjumál. Tí hevur ráðið í fleiri ár arbeitt við at fáa betri samstarv í lag við Danmark, og Poul Michelsen væntar at ein formlig avtala verður liðug í heyst. Uttanríkis og vinnumálaráðið ynskir eitt samstarv ella eitt slag av trygdarúmið til orðaskifti og kunning um verjumál. Tá Anders Samuelsen, uttanríkismálaráðharri, vitjaði í Føroyum í mai, ásannaði uttanríkismálaráðharrin, at tørvur er á einum slíkum samstarvi, og avgerð var tikin um at arbeiða fram ímóti einari avtalu um betri samstarv, sigur Poul Michelsen. Hann væntar tí, at ein avtala verður undirskriva í heyst. Uttanríkis og vinnumálaráðið hevur leingi arbeitt við at fáa í lag betri samstarv, sum millum annað skal tryggja betri kunning um verjumál. Í juni 2016 sendi Uttantíkis og vinnumálaráðið eitt uppskot til táverandi uttanríkismálaráðharra í Danmark, við einari definitión av samstarvinum. Í uppskotinum stendur, at um Danmark fer í kríggj uttan at spyrja Føroyar og uttan at Føroyar eru við í avgerðini um hetta, so er tað Danmark og ikki Føroyar, sum fer í kríggj. Hinvegin skulu Føroyar spyrjast, hoyrast og kunnast um hernaðarátøk sum fara fram í føroyskum sjóøki, og eisini verða við í avgerðum um viðurskifti í okkara øki. Í november 2017 sendi Uttanríkis og vinnumálaráðið aftur eitt bræv til danska Uttanríksimálaráðið við einari áheitan um, at fáa í lag eitt betri og skipað samstarv um verjupolitikk. Og tá Anders Samuelsen var í Føroyum í mai, kom verðuliga glið á hetta arbeiðið, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkismálum. Talan er serlga um mjólkineyt, seyð og ross, sum ikki hava fóður, men eg havi eisini finið fyrispurningar um fóður til alt frá lama til kaninir, so fóðurtrotið rakar breitt, sigur Jørn Erik Toppe við NRK. Hóast Maria Jørðdal Niclasen hevði lisið á universitetinum í fleiri ár, áðrenn hon gjørdi av at verða prestur, heldur hon í dag, at hennara starv er tað besta. Tað er eitt serstakt starv, har tað viðhvørt rennur saman ímillum arbeiði og frítíð, men hvør einstakur má seta síni egnu mørk, sigur hon. Bretski forsætisráðharrin, Theresa May fer fyrrapartin at savna stjórnina, eftir rokmiklan dag í gjár, har leiðandi ráðharrar løgdu fá sær vegna kós hennara í Brexit málinum. Forsætisráðharrin noyddist í gjár at útnevna tveir nýggjar ráðharrar til ávikavist Brexit ráðharrasessin og til uttanríkismál, tí David Davis og Boris Johnson løgdu frá sær. Theresa May ávaraði floksfelagar sínar í Konseravtiva flokkinum og segði, at annaðhvørt finnur flokkurin felags stev ella tekur Jeremy Corbyn, formaður í andstøðuflokkinum Labour, valdið. Jeremy Hunt, sum er nýggjur uttanríkisráðharri, sigur sambært BBC, at hann fer fult og heilt at stuðla Theresu May, forsætsráðharra og hennara politisku kós. Bretland skal eftir ætlan úr ES 29. mars næsta ár, men ES og Bretland hava ikki gjørt semju um, hvussu handilsviðurskiftini skulu verða millum partarnar. At semjan hevur drigið so nógv út kemst fyri ein part av ósemjuni, sum valdar innanhýsis í konservativa flokkinum í Bretlandi, hvussu sambandið skal verða millum Bretland og ES eftir Brexit. Hon greiddi frá í morgunsendingini í útvarpinum í morgun, at myndugleikarnir eru bjartskygdir, men at tað møguliga kann taka tveir dagar at bjarga teimum síðstu fimm úr hellinum. Støðan hjá teimum bjargaðu er eftir umstøðunum góð, segði Surrug . Allir liggja á sjúkrahúsi, men teir, sum vórðu bjargaðir fyrst, eru betri fyri, enn teir, sum vórðu bjargaðir í gjár. Dreingirnir hava tað eftir umstøðunum gott. Hóast teir eru lúgvaðir, so hava teir tó havt orku til at biða um yndismatin á sjúkrahúsinum, so lagið er gott, segði Stephanie Surrug við morgunsendingina í morgun. Tá Kina fyri átta árum síðani setti Nobelvinnaran í fongsul fyri samfelagsfíggingaligt virksemi, var Kina fyri hvassari altjóða fordøming fyri mannarættindabrot. Hann blev tunglyntur og doyði fyri einum ári síðani. Einkja hansara hevur ongantíð verið skuldsett fyri nakað, men hon hevur kortini sitið í húsavarðhaldi. Vesturlendskar stjórnir og mannarættindafelagsskapir hava í fleiri ár trýst á fyri at fáa hana leyslatna. Systir mín er longu farin úr Bejing til Europa fyri at byrja sítt nýggja lív. Takk til øll, sum hava hjálpt og lagt í hana hesi seinastu árini. Eg vóni, at hon nú fær eitt friðarligt og lukkuligt lív. Liu er leyslatin, samstundis sum kinesiski forsætisráðharrin Li Keqiang skal á almenna vitjan í Týsklandi. Týska stjórnin segði í mai, at Liu var vælkomin at búgva í Týsklandi. Hetta var eftir, at ein upptøka varð almannakunngjørd, har hon græt og segði, at hon hevði mist alla vón um at sleppa av landinum. Í Japan stríðast myndugleikar og neyðhjálparlið fyri at fáa endurreist vatn og streymveitingar og at hjálpa fólki í ringastu vatnflóðini, sum verið hevur í 36 ár. Vandi er fyri sjúkum vegna vatntrot og nú heitari veður er, og enn hava bjargingarlið ikki funnið øll tey, sum ikki eru afturíafturkomin. KÍ hevur vunnið seg víðari til hetta umfarið, Zalgiris var seedað, og tí er hetta teirra fyrsti dystur í hesi kappingini í hesum umfarinum. Felagið hevur tískil stolta søgu, sum gongur langt aftur. Zalgiris kappaðist í sovjettisku kappingini frá 1947 fram til 1989. Besta úrslitið í hesi sera sterku kappingini var í 1987, tá Zalgiris endaði á triðja plássi í ovastu deildini. Í fjør var Zalgiris í undanumfarinum í Champions league kappingini, har teir møttu bulgarska meistaranum, Ludogorets. Zalgiris vann heimadystin 2 1, men tapti 4 1 á útivølli. Verjuspælarin hjá KÍ, Hørður Askham sigur, at hann og liðfelagarnir hava sæð sjónbond við dystum hjá Zalgiris, og út frá teimum væntar hann sær harða mótstøðu. Týski innanríkisráðharrin, Horst Seehofer, hevur sett bann fyri rokkara kenda bólkinum Osmanen Germania BC , sum verður lýstur sum ein nationalistiskur bólkur við turkiskum røtum. Sambært týsku løgregluni hevur bólkurin í minsta lagi 300 limir. Í marts vórðu átta menn, sum sigst vera limir í bólkinum, ákærdir fyri millum annað drápsroynd, skøkjulevnað og ólógligan menniskjahandil. Bólkurin skrivar á Facebook vanga sín, at tað ikki er rætt, at lýsa bólkin sum ein rokkara bólk, og at teir skuldsettu menninir ikki eru limir í bólkinum longur. Bannið, sum nú er sett í verk, hevur við sær, at alt virksemi hjá bólkinum er forbjóðað. Sambært DPA ávirkar hetta eisini tær mongu undirbólkarnir, sum spretta úr bólkinum. Turkiski forsetin, Recep Erdogan, sum í gjár varð svorin í eið undir nýggju politisku skipanini í Turklandi, hevur útnevnt verson sín til fíggjarmálaráðharra. Andstøðingar óttast hinvegin, at forsetin, sum nú kann stýra landinum við fyriskipanum, fer at oyðileggja tað, sum eftir er av fólkaræði í Turkalandi. Turkaland er farið frá eini skipan við parlamentarismu og forsætirráðharra, sum hevur verið í gildi, síðani nýggja turkiska lýveldið varð stovnað fyri 95 árum síðani. Vit fara nú frá eini skipan, sum hevur kostað okkara landi dýrt í politiskum og fíggjarligum ruðuleika, segði Recep Erdogan í parlamentinum í Ankara í gjár, skrivar BBC. Eisini verður hugleitt um tilveruna sum pensjonistur, sum Virgar Dalsgaard sær sum ein møguleika at uppliva ymiskt, ið ikki ber til, meðan fólk eru á arbeiðsmarknaðinum. Kunngerðin er send lógartænastuni hjá Løgmansskrivstovuni til kanningar. Hagar skulu kunngerðir, áðrenn tær verða lýstar og settar í gildi. Og 18. oktober var almennur hoyringarfundur um kunngerðina, sum byrgja fyri dálking frá oljutangum. Eftir hoyringina eru onkrar broytingar gjørdar í uppskotinum. Í 2006 varð eitt uppskot um kunngerð um oljutangar til sethús gjørt, og tað var eisini sent til hoyringar. Men tann kunngerðin varð ongantíð sett í gildi. Teir 12 fótbóltsdreingirnir og venjari teirra eru nú bjargaðir úr Tham Luang hellinum, har teir síðani 23. juni hava sitið avbyrgdir. Bretski forsætisráðharrin, Theresa May hevur havt sín fyrsta stjórnarfund við nýggju manningini, eftir rokmikla dagin í gjár, har hennara Brexit politikkur elvdi til sanna stjórnarkreppu. Tá bæði Brexit ráðharrin, David Davis, og uttanríkisráðharrin, Boris Johnson, løgdu frá sær sum mótmæli móti hennara bleytu Brexit ætlan, gjørdi forsætisráðharrin skjótt av. Alt fyri eitt útnevndi May tveir nýggjar ráðharrar, Dominic Raab sum nýggjan Brexit ráðharra, og Jeremy Hunt sum uttanríkisráðharra. Í bretska parlamentinum í gjár var orðadrátturin óvanliga harður. Men á fundi seinni í Konservativa flokkinum ávaraði Theresa May síni egnu og segði, at um Konservativi flokkurin ikki finnur stevið, so fær andstøðuleiðarin, Jeremy Corbyn, formaður í Labour, lyklarnar til Downing Street nummar tíggju. Eftir fyrsta stjórnarfundin nú fyrraparin sendi Theresa May eitt tweet, har hon skrivar ein vika, har nógv er at gera, stendur fyri framman . Bretland skal eftir ætlan úr ES 29. mars næsta ár, men ES og Bretland hava ikki gjørt semju um, hvussu handilsviðurskiftini skulu verða millum partarnar. At alt hevur drigið so nógv út, kemst fyri ein part av ósemjuni, sum valdar innanhýsis í konservativa flokkinum í Bretlandi um, hvussu sambandið skal verða millum Bretland og ES eftir Brexit. Politiski redaktørurin á BBC, Norman Smith sigur í dag, at hóast mangir konservativir parlamentslimir enn eru sera ónøgdir við, at forsætisráðharrin hevur valt eina bleyta Brexit kós, so ætla teir ikki at koppa Theresu May. Fram um alt, so haldi eg ikki, at ein skal undirmeta støðufesti hjá Theresu May. Hygg eftir hennara fundarborðið á stjórnarskrivstovuni. Har eru falnir kroppar allastaðni, og hon situr enn fyri borðendan , sigur Norman Smith við Radio Four. Vit hava spurt súkklaran Gunnar Dahl Olsen, hvat er so spennandi við hesi súkklukapping, sum ger, at hann og fleiri við sita klistrað framman fyri skíggjanum hvønn seinnapartin fram til ólavsøku. Í hesari fyrstu sendingini hoyra vit um, at í Klaksvík kom popptónleikurin á breddan í 1962 og ein av fyrstu popparum var Christoffer Jensen. Hann og aðrir byrjaðu tónleikabólkin Playing Boys ið seinni broytti navn til Atlantis. Í sendingini greiður Christoffer Jensen frá um tíðarskeiðið hann var tónleikari í Klaksvík. Frammanundan hevur forsetin sent brøv til hini londini, har hann hvassliga hevur fílst á, at tey ikki rinda tað, sum tey skulu, og at tey dúva uppá, at USA ber tyngstu byrðuna. NATO toppfundurin verður hildin fáar dagar, áðrenn Donald Trump skal hitta russiska forsetan, Vladimir Putin í Helsinki í Finnlandi. Reuters skrivar, at NATO londini stúra fyri, at tey ikki fáa amerikanska forsetan at stuðla sameining móti tí, tey siga er vaksandi hóttan úr Russlandi, og at hetta fer at styrkja Putin og hansara áhugamál. Í gjár skrivaði Donald Trump á Twitter, at USA brúkar nógv meira pening enn nakað annað NATO land , og at støðan ikki er rættvís, og heldur ikki kann góðtakast . Hann skrivaði eisini, at støðan gagnar Europa nógv meira, enn hon gagnar USA . The New York Times skrivar, at sameind NATO lond stúra fyri, at Trump fer at hótta við at taka amerikanskar herdeildir aftur úr Europa, um hann ikki fær sín vilja. Og at hetta kann gera nýggju átøkini hjá NATO í eystureuropa veikari. Eingin veit heilt, hvat Trump fer at gera á fundinum. Hann er fyrireikaður til ikki bara at fara upp móti sínum vinum og óvinum, men eisini sínum egnu embætisfólkum, sigur Tomas Valasek, sum er fyrrverandi sendiumboð í NATO og núverandi stjóri í Carnegie Europe við The New York Times. Jóan Petur Abrahamsen, tøkniligur leiðari hjá Strandferðsluni, sigur, at botnurin á skipinum varð kannaður stutt eftir, og har var eingin skaði. Í hesari sending verður prátað við tveir av tónleikarunum og sangarinnuna í bólkinum South Islandser, sum var vældámdur á Tvøroyri í sekstiárunum. Eisini kemur Jógvan Dahl at greiða frá um tónleikalívið í Vági um sama mundið. Jaspis fór til fiskiskap aftur fríggjadagin, tá hann og Ametyst fóru at samtrola sum ætlanin var týsnáttina í farnu viku, tá Jaspis fór á land sunnan fyri vitan á Kalsoynni. Hevur tú ringa tíð spyr Gimme, tá vit sessast á Essabarr, ið fyrr æt Caf Natúr. Nei, tað havi eg ikki . Okey, tí eg havi bara tíð , svarar Gimme. Gongur tá á Havnargøtum seinnapart, hevur tú ivaleyst sæð hann. Gimma. Hann eitur Hjalgrím Martin Hansen, men vil bara verða nevndur Gimme. Gimme er upprunaliga av Slættanesi, men bygdi sær hús í Rituvík. Fyri trimum árum síðani brendu húsini í grund. Húsini, Gimme hevði búð í áleið 60 ár. Hann býr tí á Signabø hjá ein av synunum. Hann er ikki beiskur av sinni. Hann elskar lívið. Hvønn dag fer hann við bussinum til Havnar, har hann byrjar á Essabarr. Fær sær eina øl og síðani gongur hann gjøgnum allan miðbýin. Eftirhondini er Gimme blivin ein býarmynd. Hann er ikki smæðin og prátar við øll, ið hava hug at práta. Landsstýrismaðurin í samferðslumálum ætlar at fáa føroysk krøv til tunlarnar, tí norsku krøvini, sum verða nýtt, í summum førum eru órímilig. Um fýra tíðina í nátt, okkara tíð, varð farið at bjarga teir seinastu fýra dreingirnar og venjaran úr hellinum, og tíðliga seinnapartin vórðu allir fingnir út. Tóra Petersen, sálarfrøðingur, var gestur í Degi og Viku í kvøld, og greiddi frá, hvørja sálarliga hjálp dreingirnir og venjarin fáa, og hvussu teir eru fyri. Tveir ráðharrar í bretsku stjórnini hava lagt frá sær, tí teir halda, at Brexit kósin hjá Thereseu May, forsætisráðharra, er ov bleyt. Men Halla Nolsøe Poulsen, fulltrúi á Uttanríkistænastuni, væntar ikki, at politiskan støðan í Bretlandi hevur við sær, at Theresa May sleppur ætlanini um at fara úr ES. Arktisk kommandi visti ikki um skotvenjingarnar 30. juni, sum vóru í føroyskum sjóøki, har skotið varð við skørpum, meðan skip vóru á fiskileið. Tað er onki, ið forðar fyri venjingum ella hernaðarligum virksemi i í føroyskum øki, men atlit skulu takast til, at skip fiska og til møguligar forskriftir, ið Føroyar ella Danmark hava ásett, sæst í svarinum. Danska verjan fer nú at royna at fáa til vega upplýsingar um tilburðin 30. juni, sæst í svarinum frá Claus Hjort Fredriksen, verjumálaráðharra, til Magna Arge, fólkatingsmann. Fýra línuskip og ein trolari, sum royndu á Íslandsrygginum norður ímóti íslendska markinum, vórðu órógvað av venjingini, sum hvørki Vørn ella Arktisk Kommando visti nakað um. Tusk er ónøgdur við, at Donald Trump nærum dagliga finst at Evropa, og sigur um toppfundin, sum nú verður millum Trump og russiska forsetan, Vladimir Putin, at tað er gott at leggja sær í geyma, hvør í roynd og veru er vinur, og hvør ikki er tað Hesa verbalu fleingjuna sendi formaðurin í Evroparáðnum, Donald Tusk, til amerikanska forsetan, Donald Trump, í dag, nú Trump skal á NATO toppfund í Brússel. Formaðurin í Evroparáðnum leggur amerikanska forsetan undir næstan dagliga at finnast at Evropa, og Tusk minnir Trump á, at ES brúkar fleiri ferðir so nógvan pening til verju, sum Russland ger, og líka so nógv, sum Kina ger. Og á tíðindafundinum, sum Tusk helt saman við aðalskrivaranum í NATO, Jens Stoltenberg, legði Tusk turrisliga afturat, at meðan Trump róliga kann líta á, at íløgurnar eru til frama fyri felags verju av bæði USA og Evropa, ja, so kann hann ikki vera heilt so vísur í tí sama, tá tað kemur til russiskar og kinesiskar verjuútreiðslur. Áðrenn Trump fór úr Washington langaði hann út eftir ES fyri handilspolitikkin og eftir sameindu NATO londunum, tí tey ikki rinda nóg mikið av hernaðarútreiðslunum til NATO. Men í síni talu til Trump minnir Tusk eisini amerikanska forsetan á, at USA ikki hevði kunnað havt ein betri sameindan part enn ES. Tað vóru evropeiskar herdeildir, sum striddust og doyðu í hópatal í Afghanistan eftir yvirgangsálopið á USA 11. september 2001, sigur Tusk. Eftir NATO toppfundin í morgin, fer Donald Trump í fýra dagar til Bretlands, áðrenn hann skal á fund við russiska forsetan, Vladimir Putin í Helsinki í Finnlandi mánadagin. Meðan Donald Trump fegin vil bøta um viðurskiftini við Russland, er stúran í hinum NATO londunum, tí viðurskiftini millum USA og tey sameindu eru versnað so nógv, og stúran er eisini um, hvørja semju amerikanski forsetin kann fara at gera við Putin. Tildømis hevur týski samveldiskanslarin, Angela Merkel, róð framundir, at Evropa kanska ikki longur kann líta á USA sum sameint land. Eg skal hitta NATO, eg skal hitta Bretland, har nakað av ruðuleika valdar, og eg skal hitta Putin. Bart út sagt, so verður Putin helst tann lættasti av teimum. Hvør skuldi trúð tí , segði Donald Trump, áðrenn flogfarið setti kós móti Brússel. Í viðmerking til fundin millum Putin og Trump, segði formaðurin í Evroparáðnum, Donald Tusk, á felags tíðindafundinum við NATO aðalskrivaran. Í síðstu viku gjørdi dómsnevndin av at ógilda úrskurðin hjá nevndini í Róðrarsambandinum, og segði, at eingin umróður verður hjá 5 mannaførum gentum. Róðrarsambandið fekk klagu um tjóvstart í FM róðrinum á Eystanstevnu hálvan juni. Nevndin kannaði videotilfar frá málinum og kundi staðfesta, at ikki minni enn átta bátar tjóvstartaðu. Nevndin gjørdi av, at 5 mannafør gentur skuldu rógva umaftur. Tá støðan er soleiðis, so hava vit ikki annan møguleika enn at døma umróður, segði Annika Dalsgarð, forkvinna í Róðrarsambandinum um avgerðina. Tvey feløg kærdu úrskurðin hjá nevndini til dómsnevndina, og nú hevur so eitt kappróðrarfelag kært úrskurðin hjá dómsnevndini til ítróttardómstólin. Í ítróttardómstólinum, sum er undir ÍSF, sita Anna Rein, forkvinna, Eyðhild Skaalum, Børge B. Hansen, Jóhan Lamhauge og Magnus Dam. Niðanfyri síggjast videoupptøkur av Eystanstevnuróðrinum, tá átta bátar, sambært Róðrarsambandinum, tjóvstartaðu. Onnur hálvfinalan í fótbólti verður í kvøld klokkan 19, og verður dysturin eisini vístur á stórskíggja á G . Tað hevur tó við sær nakrar broytingar í skránni. Swangah, sum eftir ætlan skuldu spæla klokkan 20 á sandinum, spæla eftir nýggju skránni á Spæliplássinum, og tann konsertin byrjar klokkan 23 00. Tað er ikki loyvt at brúka vakmyndatól fyri at hava eftirlit við starvsfólkum. Tað gera Dátueftirlitið vart við í kunningarskrivi til manningarfeløg, reiðarí og onnur. Eftirlitið metir tað tískil vera neyðugt at koma við kunningarskrivi til føroysk reiðarí, manningarfeløg og onnur, soleiðis at allir áhugapartar hava møguleika at kenna mørkini fyri lógligari vakmyndatólsnýtslu, sigur Dátueftirlitið í skrivi, sum er lagt á heimasíðuna hjá Maskinmeistarafelagnum . Dátueftirlitið ger greitt, at vakmyndatól bara kunnu verða brúkt til lóglig og saklig endamál, og at Dátueftirlitið ongantíð góðtekur, at vakmyndatól verða brúkt til at hava starvsfólk undir støðugum eftirliti, sæst í skrivinum. Tey, sum hava fingið útbúgvingartilboð, hava nú fram til í seinasta lagi 1. august at siga frá, um tey taka av lestrarplássinum. Taka tey ikki av, verða tøk pláss til tey, sum standa á bíðilista Tilsamans 411 umsóknir komu inn til útbúgvingarnar á Setrinum. Av hesum søktu 332 um upptøku á bachelor útbúgvingum, 73 um upptøku á master útbúgvingum, og 6 søktu um at lesa hjánám, sæst á heimasíðuni hjá Setrinum. Seinastu árini hevur sjógvurin kring Føroyar verið rættiliga feskur, og hendan gongdin heldur fram í ár serliga tvey tey seinastu árini. Samstundis hevur hitin í sjónum verið rættiliga støðugur, skrivar heimasíðan hjá Havstovuni. Gróðurin í vár og higartil í summar er beint undir miðal, og nøgdin av djóraæti á Landgrunninum er um miðal. Á Landgrunninum var sum vant mest av hvítingsbróðri, tó at bæði nøgdin og støddin vóru minni enn miðal. Eisini var rættiliga lítið av toski, hýsu og nebbasild, og yngulin var smærri enn miðal. Á Føroyabanka var sjógvurin sum vant umleið 1 hitastig heitari enn á Landgrunninum. Og eins og á Landgrunninum og á víðum havi var sjógvurin rættiliga feskur. Lítið var av plantuæti. Rættiliga nógv var til av djóraæti, men hetta var fyri tað mesta æti, sum upprunaliga er rikið inn á Bankan uttanífrá, meðan lítið var av sløgum, sum bert halda til á Bankanum. Eisini var sera lítið av toska og hýsuyngli á Føroyabanka. Samlaða talið av nebbasild á Bankanum var tó eitt tað størsta, sum skrásett hevur verið, og harafturat var støddin á nebbasildini væl yvir miðal. Yngul og ætikanningar undir Føroyum á sumri eru afturvendandi. Kannað verða eitt nú hiti, salt, tøðsølt, gróður, djóraæti og fiskayngul. Úrslitini geva fatan av liviumstøðum og útlitum hjá eitt nú fiski og sjófugli, skrivar hav.fo. Beate Zsch pe, sum hildið verður er einasti limur, sum er á lívi í nýnazistiska yvirgangsfelagsskapinum, NSU, sum stendur fyri Nationalistisk Undirgrund, er ákærd fyri fleiri rasistisk morð og álop í Týsklandi millum 2000 og 2007. Dómsúrskurðurin varð kunngjørdur í Múnchen í morgun. Fýra samsek eru dømd fongsulsrevsing fyri at hava hjálp yvirgangsfelagsskapinum. Løgreglan heldur, at tveir menn í NSU, fyrrverandi unnustin hjá Zsch pe og ein annar, framdu drápini, áðrenn teir eftir øllum at døma tóku seg sjálvar av døgum eftir eitt miseydnað bankarán í 2011. Ákæruvaldið heldur kortini, at Zsch pe er samsek í 10 av drápunum og hevur tí kravt lívlanga fongsulsrevsing. Tað merkir 15 ár í fongsul, men til ber at leingja dómin, um hildið verður, at dømda kann verða hóttan móti samfelagnum. Eingi prógv eru, sum knýta Zsch pe til gerningsstøðini. Men hon var virkin limur í NSU, sum hjálpti monnunum at leggja drápini til rættis saman við tveimum øðrum bumbuálopum, og hon hevði tað fíggjarliga um hendi, sigur týska ákæruvaldið. Tey trý búðu saman í nógv ár sum nýnazistiskur undirgrundsbólkur, men Zsch pe sigur, at hon var bara ósekur áskoðari. Hon sigur, at hon tekur frástøðu frá høgra ekstremismu, skrivar NTB tíðindastovan. Feløgini kunnu vísa á dømir, har manningin hevur fingið 27 minni í hýru, tí manningin skal rinda sín part av tí, sum verður keypt á uppboðssølu. Tí hava feløgini umrøtt málið seinastu tíðina, og nú metir formaðurin í Føroya Skipara og Navigatørfelag, Annfinnur Garðalíð, at málið er búgvið at leggja fyri Gerðarættin. Tað er komið har til, at vit hava fyrireikað, kannað væl og virðiliga, og vit eru til reiðar. Kæruritið verður sent inn fyrsta dagin, sigur hann. Sambært formanninum vilja feløgini hava Gerðarrættin at taka støðu til, at tey ikki eiga part í at gjalda fyri kvotakeyp, tí manningarfeløgini hava onga ávirkan á, hvussu dýr kvotan er, ella hvar hon verður landað. Manningin skal bara vera við til at gjalda, men vit hava absolutt onga ávirkan á nakað sum helst, og hetta peikar so dundrandi skeivt, sigur Annfinnur í Garðalíð og leggur afturat, at tað kann ikki góðtakast, at manningar á summum túrum hava mist gott 27 í løn, tí kvota er keypt á uppboðssølu. Teir 12 fótbóltsdreingirnir og venjari teirra sótu avbyrgdir í einum helli í Teilandi í 18 samdøgur, áðrenn tað loksins eydnaðist at bjarga teimum úr aftur hellinum. Teilendska fótbóltsliðið var á útferð og leitaði sær skjól í einum helli tann 23. juni, tá tað fór at regna av grimd. Vatnið fleyt inn í hellið, og dreingirnir sótu fastir. Um fýra tíðina gjáranáttina, okkara tíð, varð farið at bjarga teimum seinastu fýra dreinginum og venjaran úr hellinum, og tíðliga seinnapartin í gjár vórðu allir fingnir út. Heimurin hevur fylgt við støðuni hjá fótbóltsdreingjunum, tí bjargingin, sum bæði kravdi royndir og fyrireikingar, var sera vandamikil. So mikið vandamikil at ein royndur kavari lat lív á veg út úr hellinum, tá hann sat fastur og ikki fekk luft. Dreingirnir skuldu ígjøgnum myrkar smogur fleiristaðni undir vatni fyri at sleppa útaftur. Royndir kavarar brúktu yvir fimm tímar um at koma inn i hellið. Bjargingin gjørdist sera torfør, tí dreingirnir vóru ikki vanir við kavaraútgerð, og nakrir teirra duga heldur ikki at svimja. Videobrot og myndir frá bjargingarroyndunum vísa, hvussu dreingirnir vóru spentir fastir í børur, sum kavarar síðani fluttu út úr hellinum. Tað byrjaði sum ein skúlaverkætlan. Nú eru íleggjarar komnir upp í leikin. Og næsta ár er ætlanin, at DrinkSaver skal vera tøkt á summarfestivalum. Uppfinnilsið eitur DrinkSaver og skal hjálpa rørslutarnaðum at drekka uttan at stoyta. Laila S. Midjord, sum lesur til sivilverkfrøðingur á DTU í Keypmannahavn hevur uppfunnið DrinkSaver saman við fýra øðrum lesandi. Í hesari sending hoyra vit um Hallgrím og Jón Miðbers, sum vóru frammarlaga í tónleikalívinum í Vestmanna í fimti og sekstiárunum. Hallgrím flutti seinni inn á Skálafjørðin og var ein av undangongumonnunum innan poppin har. Hvørki týski samveldiskanslarin, Angela Merkel, ella týski uttanríkisráðharrin, Heiko Maas, lata viðmerkingina hjá Donaldi Trump, forseta, standa ósvaraða, um at Týskland er fangi hjá Russlandi, tí londini hava avtalu um gassleiðingina Nord Stream 2, sum, sambært Trump, ger størsta búskapin í Evropa bundnan av at fáa orku frá russarum. Vit skulu verja tykkum frá Russlandi, men Týskland rindar milliardir til Russland. Tað haldi eg, sømir seg ikki. Týskland er fangi hjá Russlandi, tí nógv av orkuni kemur úr Russlandi. Eg havi sjálv upplivað, hvussu Sovjetsamveldið hevði valdið í pørtum av Týsklandi, og eg eri glað um, at vit í dag eru sameind í frælsi í samveldinum Týsklandi. Og at vit tí kunnu avgera okkara sjálvstøðuga politikk, og at vit taka egnar avgerðir. Tað er gott og serliga fyri fólkið í eystur Týsklandi, segði Angela Merkel í gjár. Donald Trump fanst eisini at Týsklandi fyri ikki at halda samtyktina frá 2006 um, at øll NATO lond eiga at brúka tvey prosent av bruttotjóðarúrtøkuni til verjuútreiðslur. Týskland ger nógv fyri NATO. Tað er næststørsti veitari av herdeildum, og meginparturin av okkara hernaðarmátti fer til NATO, og fram til í dag hava vit verið við í Afganistan. Sostatt verja vit eisini amerikansk áhugamál, sigur hon. Týskland er hvørki fangi hjá Russlandi ella hjá USA. Vit eru trygd fyri fría heimin, og soleiðis verður tað frameftir, segði Heiko Maas, uttanríkisráðharri. Í teimum størstu kommununum í Føroyum er lutfalsligi vøksturin størstur í Tórshavnar kommunu, hann er 1,9 frá 1. juni í fjør til 1. juni í ár. NATO hevur nú gjørt av at bjóða Makedonia at gerast limur í verjusamgonguni. Tað var avgjørt í gjár á NATO fundinum, sum verður hildin í Brússel í hesum døgum. NATO limaskapurin hjá Makedonia er treytaður av, at fólkið í landinum góðtekur at eita Lýveldið Norðurmakedónia, tí Grikkaland gongur ikki við til, at Makedónia annars fær limaskap við núverandi navninum. Grikkaland og Makedonia hava í fleiri verið ósamd um navnið Makedonia, ið Grikkaland sigur hoyrir til eitt øki í norður Grikkalandi. Makedónia var fyrstu ferð bjóðað limaskap í NATO í 2008, men tá var tað júst ósemjan um navnið við Grikkaland, ið hevði við sær, at limaskapurin varð av ongum. Skuldi Makedónia blivið limur í NATO, eru tað einans Serbia og serbiski parturin av Bosnia av londunum á Balkan, ið ikki eru limir í NATO. Russisku myndugleikarnir eru ikki glaðir fyri makedonska áhugan at gerast limur í NATO, og russiski sendiharrin í Makedónia segði sambært Ritzau, at um Makedónia fær limaskap í NATO, kann landið gerast eitt hernaðarligt mál hjá Russlandi, skuldu viðurskiftini millum Russland og NATO versna. Tað er so at siga vorðin gerandiskostur at lesa ella siggja myndir av føroysku náttúruni, sum er so ógranskað , at ferðafólk eru noydd at vitja hesar lokkandi, vøkru oyggjar. Leita vit eftir orðinum Faroe Islands á Google, so koma alskyns greinar fram við viðmælum til, hvar best er at ganga túrar ella, hvar ferðafólk skulu eta og gista. Tó finnast eisini longri greinar, ið greiða frá føroyskum siðvenjum, mentan og ikki minst føroyska málinum. Ein teirra liggur í løtuni á forsíðuni á BBC.com. Tá danir yvirtóku Føroyar, byrjaði eitt langt stríð um føroyska málið. Hóast mongu donsku royndirnar at kúga føroyska málið, so er tað enn tann dag í dag tað føroyska málið, sum allir føroyingar hava í felag. Hóast mong vilja vera við, at málið í dag ikki er eins vakurt, sum tað eina ferð var, so gera føroyingar alt fyri at varðveita og menna føroyska málið. Soleiðis er tað í øllum førum sambært nýggjastu ferðavinnugreinini á heimasíðuni hjá bretska kringvarpinum. Nýggjasta greinin setur sjóneykuna á føroysku mentanina og føroyska málið. Í greinini verður greitt frá og hugleitt um, hvussu føroyingar hava varðveitt og ment serstaka málið, tá umstøðurnar annars vildu tað øðrvísi eitt nú tá trúbótin byrjaði, og føroyskt varð bannað. Greinin fortelir søguna um treiskni hjá føroyingunum, sum ikki vildu lata málið doyggja, men hildu áfram at tosa føroyskt sínámillum. Í greinini eru bæði myndir, stubbar, ljóðbrot og videobrot av samrøðum við millum annað Jónleif Johannesen, løgtingslim, Jóannes Patursson, bónda í Kirkjubø, og Jóhan Hendrik Winther Poulsen, sum skrivaði føroysku orðabókina. Hetta talið er vaksið síðani 2010, men tað minkaði tó eitt vet, 0,7 prosentstig, frá 2014 til 2016. Í 2015 vóru 10,6 í fátækraváða í Føroyum. Hagstovan sigur, at í 2016 var fátækraváðin í Norðurlondum minstur í Íslandi, 9,6 , og størstur í Svøríki, 14,5 . Í Danmark var hann 12,2 í 2016. Til hálvfinaluna millum Ongland og Kroatia vóru nógv fólk, og enn fleiri tá høvuðsnavnið, aktuelli Rag n Bone Man, skuldi framføra. Fyrrverandi katalanski leiðarin, Carles Puigdemont, kann nú útflýggjast Spania. Tað upplýsir týski dómstólurin, Slesvig Holstein, sum seinastu tíðina hevur viðgjørt málið um Puigdemont. Tað skrivar DR. Fyrr í ár bað Spania Týskland um at útflýggja fyrrverandi katalanska leiðaran. Men svarið tá var nei, tí uppreistur sambært týskari lóggávu ikki er ein nóg góð orsøk til at útflýggja Puigdemont. Í greinini um uppreistur stendur, at harðskapur eisini skal vera brúktur, og tað kann ikki prógvast, at Puigdemont hevur nýtt harðskap. Men nú eru nýggjar ákærur reistar móti Puigdemont. Hesa ferð eru tað ákærur um mutur. Tí metir týski dómstólurin, at Puigdemont kann útflýggjast. Ákæruvaldið skal nú taka støðu til útflýggingina. Og týska ákæruvaldið sigur samstundis eisini, at avgerð um málið skjótt verður tikin. Kroatia er á fyrsta sinni komið í eina HM finalu í fótbólti. Dreymurin hjá Onglandi um fyrstu finaluna síðani 1966 slóknaði í gjárkvøldið. Til teir báðar dystirnar, sum eru eftir av HM í Russlandi, skalt tú ikki vænta at síggja so nógv til vakrar kvinnur á áskoðaraplássunum til dystirnar. FIFA hevur heitt á tíðindastovur, ið vísa dystirnar, um at leggja størri dent á bóltin enn á vakrar kvinnur. Margfeldisstjórin hjá FIFA, Frederico Addiechi, sigur, at FIFA nú fer at taka eitt prát við allar tíðindastovurnar, ið senda dystirnar. Orsøkin til, at málið verður tikið upp, er, at tað undir HM í Russlandi hava verið fleiri sexistiskir tilburðir. Millum annað hava fleiri mannlig tíðindafólk gjørt seg inn á kvinnulig tíðindafólk á opnum skýggja. Hetta er tó ikki fyrstu ferð, at málið verður tikið upp. Undir HM endaspælinum í Brasilia fyri fýra árum síðani bleiv málið eisini viðgjørt. Samstarvið byrjaði fyri tveimum árum síðani við átakinum Sex krevur samtykki . Í fjør var átaki mynd krevur samtykki , og í ár eitur átakið Steðga haturstalu . Umleið triðji hvør kring knøttin er smittaður við turberklum, og umleið 1,7 milliónir menniskju doyggja av tuberklum hvørt ár serliga í heimsins fátækastu londum. Granskarar kring allan knøttin hava í fleiri ár leitað eftir eini vaksinu móti tuberklum, tí Calmette vaksinan bara kann nýtast til at koppseta børn. Í løtuni eru vit 7,6 milliardir fólk. Komandi 30 árini verða vit 2,5 milliardir fleiri fólk. Hvørt sekund verða vit í miðal 2,5 fólk fleiri í heiminum. Orsøkin til fólkavøksturin er, at menniskju liva longri og longri, og miðallivialdurin á menniskjum kring heimin verður bara hægri. Sjálvt um fólkavøksturin í norðurlondum sambært forsøgnunum hjá FN ikki fer at vaksa stórvegis, verður trongt í øðrum pørtum í heiminum. Tað skrivar DR . Serliga í Afrika verður fólkavøksturin stórur. Nigeria er tað landið í heiminum, har fólkavøksturin er størstur, og sambært forsøgnunum hjá FN fer Nigeria at yvirhála USA, sum er tað landið í heiminum við triðhægsta íbúgvaratali. Ein orsøk til stóra fólkavøksturin í Afrika er sambært serfrøðingum millum annað tann, at 214 milliónir kvinnur í Afrika ikki hava atgongd, ráð ella loyvi til at brúka fyribyrging. Hetta merkir millum annað, at fólkatalið í 25 londum í Afrika verður tvífaldað áðrenn 2050. Pernille Fenger er talskvinna hjá íbúgvaragrunninum hjá FN, og sambært henni verður tað arbeitt málrættað eftir at útbúgva um fyribyrging samt at syrgja fyri, at afrikanska kvinnur fáa atgongd til ta fyribyrging, sum teimum tørvar. Fleiri og fleiri fara til stóru býirnar fyri at fáa arbeiði, men flytanin millum londini kann hava stórar avleiðingar við sær. Lívsstílsjúkur so sum diabetes 2, økt blóðtrýst og blóðproppar verða fleiri, sigur Flemming Konradsen, sum er professari í altjóða heilsu í Universitetinum í Keypmannahavn, sigur Flemming Konradsen, professari í altjóða heilsu á Univeristetinum í Keypmannahavn. Ferðafólkaskip fáa í heyst forboð fyri at sjóseta smærri bátar við ferðafólkum, uttan at hesir fara í ISPS góðkenda havn, sum havnarmyndugleikarnir ávísa. Sambært uppskoti um kunngerð, sum Vinnumálaráðið hevur sent til hoyringar, verður bannað at sigla í innara føroyska sjóøkinum við smærri bátum, sum ikki hava til endamáls at flyta ferðafólk inn ella úr eini ISPS góðkendari havn. Hans Johannes á Brúgv, stjóri í Sjóvinnustýrinum, sigur, at stýrið hevur biðið um slíka heimild, sum hendan kunngerðin fer at geva, tá hugsað verður um trygd á sjónum. Tí tað er ikki óvanligt, at útlendsk skip senda ferðafólk í land í Føroyum í bátum ella sigla fram við landi. Tey, sum stýra hesum bátum, kenna ikki viðurskiftini í Føroyum, tá hugsað verður um streym, veður og vind. Tey eru ikki staðkend. Hans Johannes á Brúgv sigur, at Sjóvinnustýrið fær bæði myndir og munnligar frásagnir um bátar, sum ferðafólkaskip seta á sjógv at sigla ferðafólk inn til eitt nú Mykinesar. Í dag um middagsleitið fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein maður var omandottin á Trøllanesi, vestanfyri á Kalsoynni. Tað skrivar JN.fo. Løgreglan og MRCC fóru beinan vegin at leita. Tjaldrið, Vón, Ziska, Lív og tyrlan blivu send at leita eftir manninum, sum var omandottin. Tyrlan fann mannin og fekk hann upp, har arbeitt varð upp á mannin. Tá ið maðurin kom á Landssjúkrahúsið varð staðfest, at hann var deyður. Dreingirnir handan podcastin Amatøroyar hava góða hálva árið sitið í einum vesi á Oyrasundi og vent føroyska samfelagnum á høvdið. Vága Floghavn vil hvørki vátta ella avsanna tølini. Stjórin í Vága Floghavn, Gudny Langgaard, sigur seg ikki vilja lata hagtøl um kundar, og hon vil heldur ikki gera fleiri viðmerkingar. Fleiri eru komin illa fyri seinastu vikuna, tí SAS ikki hevur flogið sum ætlað. Eitt nú tá SAS vegna mjørka mátti avlýsa flogferðina, sum B36 liðið skuldi við, tá teir skuldu til Gibraltar at spæla Evropa Leauge dyst síðst í juni. Flogfelagið SAS viðurkennir, at tað er ikki nóg gott, at tey noyðast at avlýsa ella útseta ferðir til Føroya, tí flogfarið fær ikki sett seg, tá mjørki er í Vágum. Høvuðsorsøkin er, at SAS bíðar eftir, at Trafikstyrelsen skal geva flogfarinum atgongd til RNP skipanina. Ein skipan, sum kappingarneytin hjá SAS, Atlantic Airways, brúkar í innflúgvingini til Føroyar. Vága Floghavn hevur goldið fyri skipanina, og Atlantsflog hevur keypt sína egnu. SAS hevur tó ikki fingið atgongd til skipanina hjá Vága Floghavn enn. Gev gætur Í innslagnum verður sagt, at SAS hevur flogið 600 ferðir til og úr Føroyum í ár. Talið, sum Kringvarpið fekk upplýst frá SAS, er ikki rætt. Rættað talið er okkurt um 300. Føroyski Helgi Johannesen og vinmaður hansara komu aftur til Keypmannahavnar mikumorgunin eftir feriu uttanlands. Eingin hevur tó sæð ella hoyrt frá Helga síðan hósmorgun, og familja og vinir eftirlýsa nú føroyingin á Facebook. Løgreglan í Føroyum veit einki um málið, tí einki er meldað til løgregluna her heima. Danska løgreglan upplýsir einki í slíkum málum. Ungi maðurin kom saman við einum vinmanni til Keypmanahavnar frá Jamaica mikumorgunin klokkan 03 30. Teir løgdu seg síðan at sova í einari íbúð á Fredriksberg. Helgi er ikki sæddur síðan hósmorgunin klokkan 0430 tá hann gekk einsamallur uttanfyri Laurits Betjent. Har møtti hann einum føroyingi og segði at hann var á veg heim, og at telefonin var útbrend. Helgi er tó ongantíð komin heim. Familian heitir á øll um at deila boðini á Facebook og ynskja at hoyra frá einhvørjum, sum kanska veit okkurt um, hvar Helgi kann vera. Umframt at hitta bretska forsætisráðharran, Theresu May, skal hann eisini hitta Elisabeth drotning. Ferðin hjá amerikanska forsetanum endar í Skotlandi. Amerikanska sendistovan hevur í sambandi við vitjanina heitt á amerikanskar ríkisborgarar í Bretlandi um ikki at gera ov nógv av, tí mótmælistiltøkini skjótt kunnu enda í harðskapi. Viðvíkjandi hvøssum atfinningum og mótmælistiltøkum í sambandi við vitjanina, sigur Donald Trump, at higartil er hann nøgdur við vitjanina, og at bretar dáma seg. Tað skrivar BBC. Ynskið hjá Donaldi Trump, forseta, um at øll NATO lond skulu náa málinum um at brúka 2 av síni bruttutjóðarúrtøku til verjuendamál hevur havt ávirkan. Tað sigur Jens Stoltenberg, sum er aðalskrivari hjá NATO, nú NATO fundurin í Brússel er av. Stoltenberg leggur afturat, at NATO fundurin í Brússel seinastu dagarnar, hevur verið merktur av opnum og erligum orðaskifti, sum hevur styrkt NATO. Donald Trump var tó væl nøgdur, tá fundurin var av og segði millum annað, at NATO er nógv sterkari nú enn fyri bara tveimum døgum síðani. Men bæði Lars Løkke Rasmussen og eisini Emmanuel Macron siga seg ikki hava lovað nakað, og finnast annars at ynskinum hjá Donaldi Trump um, at NATO lond skulu brúka munandi meira til verjuendamál. Lars Løkke Rasmussen sigur við TV 2, at hann er glaður um, at amerikanski forsetin er nøgdur við fundin, men at hann ikki heilt skilur hví, tí Danmark fer so ikki at røkka málinum áðrenn 2024, sum Donald Trump annars hevur ynskt. Brexit ætlanin hjá bretska forsætisráðharranum, Theresu May, fer at drepa útlitini fyri handilsavtalu við USA. Tað sigur amerikanski forsetin, Donald Trump, í samrøðu við bretska blaðið, The Sun. Atfiningarnar hjá Trump koma eftir, at bretska stjórnin í gjár legði fram meira enn 100 blaðsíður við ynskjum sínum um samskiftið við ES frameftir. Samlaða hvítabókin sigur, at bretar á fleiri økjum vóna at fáa tøtt og góð viðurskifti við ES, tá brexit verður veruleiki. Millum annað fyri týdningarmikla handilsøkið, har bretar vóna, at vørur kunnu fara frítt yvir markið, sum minnir um innara marknaðin í ES. Konservativa stjórnin í London er farin í tvíningar av Brexit, og innihaldið í 104 síður longu hvítubók hevur fingið tveir ráðharrar at leggja frá sær í seinastu viku. David Davis, brexitráðharri, og Boris Johnson, uttanríkisráðharri. Í samrøðuni lýsir amerikanski forsetin eisini Theresu May, sum vinarligan persón, men hann sigur, at Sadiq Khan, borgarstjóri í London, hevur gjørt eitt vánaligt arbeiði. Donald Trump skal aftur í dag hitta Theresu May, har tey skulu tosa um avtalur millum londini bæði. Seinni í dag skal hann vitja Elisabeth drotning, skrivar Ritzau. Danska blaðið, Politiken, skrivar, at uppskotið um fullkomið roykibann í danska fólkaskúlanum verður viðgjørt politiskt í næsta mánað. Fyrsta bótin verður 10.000 krónur, meðan bótin verður 20.000 og 40.000 aðru og triðju ferð, at handilin selur ungum yngri enn 18 ár sigarettir. Har verða tvær stórar umklæðingardeildir, doping kanningrúm, dómararúm og annað, sum UEFA krevur. Har verða eisini skrivstovur til eitt nú ungdómsfótbólt. Portugisiska parlamentið samtykti í gjár eina lóg, sum loyvir borgarum at broyta sítt kyn og navn, tá tey eru 16 ára gomul ella eldri, uttan at hava læknaváttan, sum vísir samleika órógv . Portugal verður sostatt sætta landið í Evropa, sum gevur borgarum rætt til at avgerða sín samleika uttan fyrst at hava fingið diagnosuna samleikaórógv . Eingin hevur brúk fyri, at ein triðji partur skal siga, um tú ert maður ella kvinna, drongur ella genta, segði portugisiski politikarin, Sandra Cunha frá vinstravonginum, undir orðaskiftinum í parlamentinum í gjár. Síðani 2011 hevur ein lóg kravt, at transkyndir persónar í Portugal skulu hava medisinska diagnosu, áðrenn tey kunnu skifta kyn og navn, tá kynið ikki svarar við tað lívfrøðiliga. Í apríl nýtti forsetin veto rætt sín móti fyrsta lógatekstinum. Tað gjørdi hann, tí hann vil hava, at tað framvegis skal verða læknaváttan í málum, har persónurin er millum 16 og 18 ára gamal, skrivar AFP. Við Kringvarpið sigur Ellindur Abrahamsen, skipari á Tjaldrinum, at teir komu fram á trolaran, meðan hann fiskaði. Hann varð tikin 28 fjórðingar úr landi, í høgan vestan úr Mykinesi. Fólk frá Tjaldrinum fóru umborð og kannaðu málið og kundu staðfesta, at her var ikki alt í lagi. Hetlendski skiparin segði, at hann visti ikki, at kassin var stongdur. Sambært Ellinti Abrahamsen hevur kassin verið stongdur í fleiri ár, og tí kann bert sigast, at hetlendingurin hevur fylgt ov illa við. Vísindasøgurnar í hesu sending eru um At tað er ikki heilt vandaleyst at verða veitsluroykjari. At ein kúskel ið varð funnin undir Føroyum er av heimsins elstu djórum. At heilin hjá mammuni verður ávirkaður í viðgongutíðini At sáðgóðskan verður ávirkað av at liggja í fremra buksilummanum. Og nakrar mytur, ið samband við viðgongutíð, verða gjøgnumgingnar. Fleiri íbúgvar í Innaarsuit eru fluttir úr vandamiklu støðunum í bygdini, tí eitt ísfjall nærhendis hevur sett seg fast. Og íbúgvarnir vænta, at tað brotnar burtur av ísfjallinum, og at tað fer at elva til eina stóra flóðaldu. Kommunan og grønlendska løgreglan fylgja væl við, og bjargingarlið í bygdunum nærhendis eru klár, skuldi okkurt hent. Og harumframt hevur løgreglan lagt eina tilbúgvingarætlan til rættis skuldi okkurt hættisligt hent. Lina Davidsen, sum er vakthavandi hjá grønlendsku løgregluni, sigur, at er óvist, um íbúgvarnir sleppa heim tað kann taka tímar, dagar ella vikur. Hetta er ikki fyrstu ferð, at grønlendska náttúran elvir til ótta. Í juni í fjør viðførdi eitt skriðulop til vatnflóð á vestaru síðu í Grønlandi. Fýra fólk lótu lív, 11 komu til skaða og fleiri hús fóru við stóru aldunum. Danska kringvarpið skrivar á heimasíðuni, at myndugleikarnir í Teilandi hava gjørt av, at hellið, sum teir 12 fótbóltsdreingirnir og venjari teirra sótu avbyrgdir í, skal gerast til eitt ferðavinnumál av teimum heilt stóru. Sambært einum limi í bjarginarliðnum, skal hellið gerast um til eitt savn, sum skal vísa, hvussu bjargingarroyndinirnar fóru fram. Teir 12 fótbóltsdreingirnir og venjari teirra sótu avbyrgdir í Tham Luang hellinum í Teilandi í 18 samdøgur, áðrenn tað loksins eydnaðist at bjarga teimum út aftur. Teilendska fótbóltsliðið var á útferð og leitaði sær skjól í hellinum tann 23. juni, tá tað fór at regna av grimd. Vatnið fleyt inn í hellið, og dreingirnir sótu fastir. Økið skal verða eitt livandi savn, har tað ber til at síggja, hvussu alt gekk fyri seg, sigur leiðarin av bjargingarroyndunum, Narongsak Osottanakorn sambært DR.dk. Forsetisráðharrin í Teilandi sigur tó, at trygdin hjá ferðafólkunum kemur í fyrstu røð, og tí skulu neyðugu trygdartiltøkini setast í verk bæði í og uttan fyri hellið, áðrenn hellið verður latið upp fyri ferðafólkum. Útlitini hjá NSÍ at fáa eitt líkinda úrslit versnaðu nógv longu í fyrra hálvleiki, tá verjuleikarin Einar Tróndargjógv fekk beinleiðis reytt kort. Seinnu dystirnir verða spældir komandi hóskvøld. Tá fer B36 til Montenegro at spæla og NSÍ tekur ímóti Hibernian á Svangaskarði á Toftum. Reyði Krossur skrivar, at felagið er til staðar í Yemen fyri at veita grundleggjandi og lívbjargandi neyðhjálp. Tvey ár av vápnaðum stríði hevur elvt til stóra oyðilegging í Yemen, umframt at fátækadømi og hungursneyð hava herjað í fleiri ár. Óteljandi bardagar og bumbubrestir hava javnað samfelagsbygnaðin við jørðina, og eingin almenn heilsutrygd er í landinum. Ein avleiðing av vápnaða stríðnum er millum annað, at tað er torført at fáa mat inn í landið, og at tað alsamt verður verri at fáa fatur á drekkivatni. Áleið 18,8 milliónir menniskju í Yemen hava tørv á humaniterari hjálp og verju, og 10,3 milliónir av teimum hava tørv á bráfeingis neyðhjálp. Tí hevur Reyði Krossur valt at lata Yemen 200.000 krónur. Sambært felagnum kunnu 50 krónur geva mat til eitt barn í Yemen í tríggjar vikur, og 430 krónur røkka til at geva einari familju í Yemen eitt skýli við neyðugari útgerð. Stoltenberg var verjumálaráðharri frá 1979 til 1981, tá Odvar Norli var forsætisráðharri. Síðani gjørdist hann uttanríkisráðharri í stjórnini hjá Gro Harlem Brundtland, og var uttanríkisráðharri frá 1987 til 1989 og aftur frá 1990 til 1993. Skiparin á hetlendska trolaranum, Venture, góðtók í kvøld eitt sektaruppskot um 150.000 krónur fyri at hava fiskað ólógliga undir Føroyum, og trolarin kann tí fara aftur til fiskiskap. Manning á Tjaldrinum fór umborð á Venture, og skiparin segði, at hann visti ikki, at kassin varð stongdur, men hann játtaði seg sekan. Av tí at skiparin játtaði seg sekan, kom málið ikki fyri rættin, og skiparin tók í kvøld av einum uppskoti um gjalda 150.000 krónur í bót. Stefan Gøssling, professari á universitetinum í Lund, sum hevur skrivað nógv um burðardygga ferðavinnu, sigur við Danmarks Radio, at gongdin bara fer at halda fram. Tað er bæði bíligari og lættari at keypa sær flogferðaseðlar, og á sosialu miðlunum síggja og lesa vit í heilum um eksotiskar ferðaupplivingar hjá hvør øðrum, og tað eggjar okkum til at ferðast enn meira, sigur hann og heldur fram Hóast altjóða politiskir leiðarar tosa nógv um veðurlagsbroytingar, og hvussu vit øll somul skulu vera við til at avmarka CO2 útlátið, so er flogferðslan slett ikki við í hesum orðaskiftinum, men livir sína egnu og óskipaðu tilveru. Professarin vísir á útrokningar hjá grøna vitanarstovninum Concito, sum siga at CO2 útlátið frá einum einstøkum flogtúri millum Danmark til Thailand er umleið fimm tons fyri hvønn ferðandi. Tað er tvífalt so nógv sum CO2 útlátið sambært ST eigur at vera í meðal fyri hvørt fólk í heiminum eitt heilt ár, um miðalhitin á jørðini ikki skal økjast meira enn tvey stig áðrenn 2050. Eitt dømi um vaksandi flogferðsluna sást í floghavnini í Kastrup í gjár. Talið av ferðandi har setti met, tá tað fór upp um 110.000 fólk væl at merkja bara í gjár. Fleiri royndir verða nú tiknar fyri at fáa staðfest, um evnið er neyvt tað sama, sum eitraði fyrrverandi russiska njósnaran og dóttir hansara í Sallisbury í mars. Hetta er eitt týðandi og positivt stig í kanningunum, men vit kunnu ikki veita vissu fyri, at einki meira er av evninum, sigur Neil Basu, leiðari fyri anti yvirgangsløgregluna við Reuters. Bjargingartilbúgving er sett í verk, og nakrir borgarar eru fluttir burtur til hægri øki, skuldi flóðalda komið, um tað brotnar burtur av ísfjallinum. Eg fegnist um, at nógvir alarar luttóku í uppboðssøluni. Tað prógvar, at framleiðararnir eru framsóknir, og tað er óført, tí vøkstur í alivinnuni kann geva íkast til størri virksemi og meira arbeiði við norsku strendurnar, sigur Per Sandberg, ráðharri við salmonbusiness. Norska stjórnin boðaði frá, at hon fór undir hesar uppboðssølurnar av aliloyvum, tá sokallaða ferðsluljósskipanin varð tikin í nýtslu í alivinnuni. Endamálið við skipanini er at tryggja sunnan vøkstur í alivinnuni, har til ber at siga frammanundan, hvussu gongdin verður í vinnuni. Hetta hevur avbera stóran týdning fyri lokaløkini í Noregi, tí nú fara tey at fáa endurgjald fyri alt, sum gjørt er, fyri at alivinnan kann virka, sigur Per Sandberg, ráðharri. Í vetur kundu alifeløg í Noregi keypa aliloyvi fyri ein fastan prís, og saman við upphæddini, sum nú er fingin við uppboðssølunum av nýggjum loyvum, eru nú meira enn 2,8 milliardir danskar krónur í norska aligrunninum, sum skulu býtast til kommunurnar, har aling er. Tað var í gjár, at enn fleiri russarar alment vórðu skuldsettir fyri at hava havt ein fingur við í spælinum, tá forsetavalið var seinast. Uttanríkisráðið í Russlandi sigur, at uppáhaldini eru reinir konspiratiónstankar, sum hava til endamáls at skaða stemningin frammanundan toppfundinum mánadagin. Men amerikanski vara løgmálaráðharrin, Rod Rosenstein, sigur, at greiða málið hjá teimum samansvornu var at ávirka forsetavalið í 2016. Tí skulu øll, sum í hesum tíðarskeiðinum ætla sær til Finnlands, hava pass ella annað gyldigt samleikaprógv við sær á ferðini, upplýsir politiið. Nummar Bátanavn Tíð Stig Gult kort Reytt kort 1 Blikur 05.20.35 7 0 0 2 Drekin 05.22.34 6 0 0 3 Tambar 05.23.21 5 0 0 4 Falkur 05.28.39 4 0 0 5 Frúgvin 05.31.03 3 0 0 6 Kollur 05.34.27 2 0 0 7 Beinta 05.34.41 1 0 0 8 Báran 05.35.11 0 0 0 9 Sílið 05.37.34 0 0 0 10 Fenja 05.49.40 0 0 0 11 Knúkur 05.57.04 0 0 0 12 Stubbin 05.57.08 0 0 0 Nummar Bátanavn Tíð Stig Gult kort Reytt kort 1 Sølmundur 05.19.20 7 0 0 2 Smyril 05.25.20 6 0 0 3 Páll Fangi 05.34.01 5 0 0 4 Skúgvur 05.40.44 4 0 0 5 Gongurólivur 05.51.23 3 0 0 Nummar Bátanavn Tíð Stig Gult kort Reytt kort 1 Sílið 05.14.00 7 0 0 2 Drekin 05.14.25 6 0 0 3 Jallurin 05.14.40 5 0 0 4 Royndin Fríða 05.18.27 4 0 0 5 Tjaldrið 05.21.14 3 0 0 6 Ørnin 05.22.24 2 0 0 7 Firvaldur 05.28.01 1 0 0 8 Silja 05.29.49 0 0 0 9 Ingibjørg 05.31.16 0 0 0 10 Heykur 05.32.29 0 0 0 Nummar Bátanavn Tíð Stig Gult kort Reytt kort 1 Páll Fangi 04.58.36 7 0 0 2 Rádni 05.00.48 6 0 0 3 Gongurólvur 05.05.23 5 0 0 4 Hósvikingur 05.07.33 4 0 0 5 Lómur 05.14.10 3 0 0 Nummar Bátanavn Tíð Stig Gult kort Reytt kort 1 Argjabáturin 04.43.16 7 0 0 2 Árnfirðingur 04.45.27 6 0 0 3 Nevið Reyða 04.52.46 5 0 0 Nummar Bátanavn Tíð Stig Gult kort Reytt kort 1 Erla Kongsdóttir 05.24.34 7 0 0 2 Sílið 05.28.17 6 0 0 3 Jallurin 05,31.16 5 0 0 4 Teistin 05.34.12 4 0 0 Nummar Bátanavn Tíð Stig Gult kort Reytt kort 1 Ormurin Langi 04.29.34 7 0 0 2 Klaksvíkingur 04.30.40 6 0 0 3 Suðuroyingur 04.31.07 5 0 0 4 Havnarbáturin 04.40.18 4 0 0 5 Drekin Reyði 04.40.23 3 0 0 Útvarpsstøðin R7 bað um innlit í málið, nú LISA og Tjóðsavnið hava fingið Hoydalar til sítt virksemi, men Mentamálaráðið svarar, at ráðið hevur viðgjørt innkomnu uppskotini innanhýsis, men at skjøl eru ikki til taks at lata innlit í. Ráðið sigur, at avgerðin verður grundgivin í tí tíðindaskrivinum, sum var almannakunngjørt 3. juli. Tað skrivið er sera stutt, og har stendur, at Mentamálaráðið hevur viðgjørt tey 52 uppskotini, sum komu inn til hugskotskappingina um Hoydalar, og avgerð er tikin um at samantvinna tvey av uppskotunum . Men ráðið hevur sambært svarinum til umsóknina um innlit til R7 einki fest á blað um hesa viðgerðina, hóast vit í Føroyum hava skrivliga fyrisiting. Tá Annita á Fríðriksmørk, tingkvinna 15. juni spurdi Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, hvussu gekst við viðgerðini av øllum innkomnu uppskotunum, svarar landsstýriskvinnan soleiðis Í viðgerðini av uppskotunum hevur yvirskipaða atlitið hjá Mentamálaráðnum verið, at uppskotini skulu koma flest møguligum borgarum at gagni, at tey skulu nøkta ein tørv, skapa virði fyri samfelagið, taka atlit at kommunalu frílendisætlanini og vera realistisk. Biðið var um verkætlanarlýsing og fíggingarleist, og hugt hevur eisini verið at hesum. Víðari sigur landsstýriskvinnan Hugsað hevur verið um, hvør tilgongdin er, og hvat tað krevur av orku, fígging og rakstri at fremja eitthvørt uppskot. Harumframt hevur verið havt í huga, hvønn stutttíðar ágóða uppskotið hevur, og hvussu langtíðarárinini kunnu hugsast at verða. Í svarinum til tingkvinnuna skrivar Rigmor Dam at enda soleiðis Eftir drúgva umrøðu av uppskotunum vænti eg, at endalig niðurstøða verður tikin um heilt stutta tíð . Seinast teir báðir tosaðu saman í telefon var í mai, og tá tosaðu teir um Sýria, Miðeystur sum heild og um Norðurkorea stendur á heimasíðuni hjá Hvítu Húsunum. Toppfundir millum amerikanskar forsetar og toppleiðsluna í Kreml hava søguliga verið dramatiskir og summir hava eisini sett søgulig spor. Nú Donald Trump á fyrsta sinni formliga skal hitta Vladimir Putin, hevur National Public Radio í USA hugt eitt sindur aftur í søguna. Boris Yeltsin og Bill Clinton Ein heilt serligur toppfundur kanska meira komiskur eisini var í 1994, tá Boris Yeltsin kom til Washington. Hann gisti í Blair House, sum liggur hinumegin vegin frá Hvítu Húsunum. Mong ár seinni avdúkaði vertur hansara, Bill Clinton, at Yeltsin hevði áneyðir at sleppa út seint eitt kvøldið. Hann var farin út, tá agentar hjá Secret Service funnu russiska leiðaran í undirklæðum og við eitt sindur slørutari talu hann mungaði so illa eftir pitsa, segði Clinton. Hesir toppfundirnir summir óvuliga álvarsamir, aðrir meira láturverdir hava tað til felags, at teir lýsa støðuna, sum valdar millum Washington og Moskva. Viðurskiftini millum Clinton og Yeltsin vóru tildømis nógv merkt av, at Kalda Kríggið var av, og at Russland vildi hava tættari samstarv við vesturheimin, hóast Yeltsin ikki var glaður um, at NATO víðkaði verjusamgonguna inn í eystureuropa. Stemningurin á toppfundunum var tí vanliga heilt kátur. Nikita Khruschev og John F. Kennedy Tá John F. Kennedy hitti aðalskrivaran í sovjettiska kommunistaflokkinum, Nikita Khruschev í Wien 1961 var einki kæti. Kennedy var ungur, og Khruschev helt seg kunna hótta hann til at akta. Eftir fundin segði Kennedy alment, at alt var í fínasta lagi, men í trúnaði segði hann Kruschev bankaði meg sundur og saman . Tveir mánaðir eftir toppfundin gav Khrushchev Eysturtýsklandi boð um at byggja Berlinmúrin, og árið eftir sendi Khrushchev sovjettiskar rakettir til Kuba. Stórveldini riðaðu á eggini til kjarnorkukríggj, men at enda bakkaði Sovjettsamveldið. Richard Nixon verður í mannamunni kallaður ein Kaldur Krígsmaður. Men hann royndi at fáa í lag eitt virkið samband við Sovjetsamveldið, sum eisini hevði við sær avtalur um vápnatamarhald. Hóast hesir toppfundirnir tá í tíðini høvdu sera stóra vandar við sær, so vóru eingi alternativ, um okkurt slag av sambandi skuldi vera millum partarnar. Og so góvu toppfundirnir eisini leiðarunum møguleika fyri at fáa skjót úrslit. Michael Gorbachev og Ronald Reagan Eitt dømi um tað var í Reykjavík í 1986, tá Ronald Reagan hitti Michael Gorbachev har. Frammanundan var Reagan ógvuliga ivingarssamur um Gorbachev. Men eftir fyrsta fundin teirra millum, kunngjørdu teir til stóra undran, at teir høvdu avtalað at øll kjarnorkuvápn skuldu verða burturbeind ár 2000. So langt kom tað ongantíð, men ein avtala varð undirskrivað, sum setti bann fyri ávísum kjarnorkuvápnum, og teir báðir bygdu eitt álit upp, sum helt tamarhald á spenninginum, meðan Sovjettsamveldið fall saman sum stórveldi. National Public Radio leggur tó dent á, at sambond við russarar, grundað á álit, ikki altíð hava riggað. Tildømis helt Georg W. Bush í byrjanini, at hann hevði fingið gott samband í lag við Vladimir Putin. Eg hugdi inn í eyguni á honum, og eg helt hann vera sera beint fram og álitisvekjandi. Vit samskiftu væl, og eg fekk eina fatan av sál hansara, segði Bush eftir at hava hitt Putin í 2001. Men skjótt gekk skeivan veg, og fílst var á, at Bush hevði verið bláoygdur. Barack Obama, forseti royndi at byrja av nýggjum við Putin, men tær royndirnar vóru til fánýtis, og partarnir skuldsettu hvørannan fyri líkt og ólíkt. Og nú mánadagin er tað so Donald Trump, sum skal royna seg yvir av Vladimir Putin í Helsinki í Finnlandi. Og hann heldur, at hann fer at klára tað væl. Alment í øllum førum. keldan til søguligu gjøgnumgongdina av toppfundum millum amerikansku og russisku leiðararnar høvdu vit frá npr.org, sum gjørdi samrøðu við Angelu Stent, sum stendur á odda fyri Russian Studies á Georgetown University. Í áratíggju hevur hon fylgt við í toppfundunum og hevur hitt Vladimir Putin, forseta hvørt ár tey seinastu 14 árini sum partur av sínum akademiska arbeiði. Hon greiðir frá, at í oktober í fjør fanst Putin at amerikanarum Hví eru tit amerikanarar so atfinningarsamir móti tykkara egna forseta Tit vísa honum ikki nóg stóra virðing. Tit eiga at lata hann sleppa at gera sítt arbeiði, endurgevur Angela Stent Putin fyri at hava sagt. Tveir minuttir seinni húðfletti hann amerikanska uttanríkispolitikkin og øll tey ræðuligu tingini, sum amerikanarar gera, sigur hon við Natonal Public Radio. Eygleiðari frá Vørn hevur verið umborð á Nærabergi síðsta túrin, meðan skipið hevur roynt eftir svartkjafti. Á túrinum staðfesti eygleiðarin, at fiskur varð blakaður aftur í havið. Talan er millum annað um sonevndan skaddan fisk , tað er fiskur sum er farin ov illa í trolinum, at hann kann brúkast. Sambært Vørn gjørdi eygleiðarin varug við beinanvegin, at tað er ikki loyvi at blaka fisk aftur í havið. Men hóast boðini frá eygleiðaranum helt útblakingin fram. Vakthavandi hjá Vørn dugir í morgun ikki at siga, hvussu stórar nøgdir talan er um. Tá Næraberg kom á Fuglafjørð í gjárkvøldi tosaði løgreglan og fólk frá Vørn við skiparan og nakrar av manningini. Reiðaríið hevur fingið eitt sektaruppskot, sum er 1,550.000 krónur . Sambært vakthavandi á politistøðini hevur reiðaríið enn ikki góðtikið sektaruppskotið. Næraberg skuldi bunkra í Fuglafirði, áðrenn skipið skuldi landa í Kollafirði. Vørn hevur javnan eygleiðarar umborð á fiskiskipum, men hetta var fyrsti túrurin, at eygleiðari var umborð á Nærabergi. Vørn hevur nú latið málið um Næraberg víðari til løgregluna. Sambært Danske Spil var seðilin, sum vann tær 20 milliónirnar, seldur á Effo støðini á Tvøroyri. Enn hevur Danske Spil ikki frætt frá vinnaranum, upplýsir felagið fyri in.fo. Tað var bara ein seðil, sum hevði øll sjey tølini røtt í lotto í gjár og hesin seðilin, seldur á Tvøroyri, fær tí allan høvuðsvinningin. Tilsamans 20 milliónir krónur. Tað snýr seg til dømis um at skráseta aldur, kyn, litir, longd, hædd, forfedrar v.m. Tey føroysku Rossini eru nú 94 í tali, og tá ið tey øll eru skrásett verður kynbótaarbeiði nógv lættari og møguleikin fyri innannøring minni. Tað upplýsir felagið, sum í dag hátíðarheldur sín 40 ára stovningardag. Um vikuskifti hevur Felagið Føroysk Ross vitjan av tveimum íslendingum, sum eru serkønir í at taka mát av rossum. Seinnapartin, frá klokkan 14 til 18, skipar Felagið Føroysk Ross fyri almennum tiltaki á Búnaðarstovuni í Kollafirði. Har verður høvi at síggja, hvussu føroysku rossini verða mátað. Og sjálvur er forsetin eisini sannførdur um, at hann fer at vinna valið. Tað er mín greiða ætlan. Líkt er til, at øll vilja hava meg at stilla uppaftur, sigur Donald Trump í eini samrøðu, sum varð gjørd umborð á forsetaflogfarinum Air Force One fríggjadagin. Republikanski forsetin sigur í samrøðuni, at hann dugir ikki at síggja nakað valevni hjá demokratiska flokkinum, ið kann hótta seg í einum komandi forseta valstríði. Ísraelsk flogfør lupu í gjár, leygardagin, á mál í Gaza geiranum, og palestinar sendu fleiri mortarabumbur og rakettir inn í Ísrael. Hesar seinastu mánaðirnar hevur javnan verið ófriðarligt við markið millum Gaza og Ísrael, og ein palestinskur talsmaður sigur sambært Reuters, at Egyptaland og onnur á altjóða pallinum eru í sambandi við bæði Ísrael og Palestina fyri at fáa vápnahvíld í økinum. Eygleiðari frá Vørn hevur verið við Nærabergi henda síðsta túrin, meðan skipið hevur fiskað svartkjaft. Jóhan Simonsen, deildarstjóri á Fiskiveiðieftirlitinum undir Vørn, upplýsir fyri útvarpinum, at eygleiðarin kundi staðfesta, at fiskur varð blakaður fyri borð. Eygleiðarin gjørdi eisini skiparan á Nærabergi varugan við, at hetta er brot á lógina. Sambært deildarstjóranum á Fiskiveiðieftirlitinum eru eisini ábendingar um, at Næraberg er soleiðis innrættað umborð, at til ber at lata fisk beinleiðis aftur í havið. Tá Næraberg kom á Fuglafjørð um seks tíðina í gjárkvøldi, stóðu politiið og fólk frá Vørn fyri skipinum. Skiparin á Nærabergi varð avhoyrdur, og somuleiðis vóru teir av manningini, sum standa við skiljibandið, har útblakingin skal vera farin fram, avhoyrdir sum vitni. Tað er tó bara skiparin á Nærabergi, sum er skuldsettur í málinum. Eygleiðarin hjá Vørn hevur gjørt sínar kanningar umborð, og Vørn hevur latið alt sítt tilfar til løgregluna. Jóhan Simonsen, deildarstjóri, vil ikki upplýsa, hvussu stórar nøgdir av fiski, talan er um, sum skulu vera blakaðar fyri borð av Nærabergi. Jóhan Simonsen sigur seg ikki minnast líknandi mál um útblaking av fiski. Vørn hevur ikki havt eygleiðarar í føstum starvi, men í staðin brúkt eina mannagongd, har leyst knýttir eygleiðarar eru brúktir stytri tíðarskeið, og í samband við ymsan fiskiskap. Men fyrr í ár vórðu tveir eygleiðarar settir í fast starv hjá Vørn, og teir hava síðani røkt eygleiðarauppgávurnar. Hetta er tó fyrstu ferð, at eygleiðari er umborð á Nærabergi, og Vørn veit tí ikki, um útblaking er farin fram fyrr umborð á Nærabergi. Nýggja lógini um fyrisiting av sjófeingi leggur upp til, at bótin fyri at bróta lógina skal ásetast við atliti til lønsemi í viðkomandi fiskiskapi. Eisini leggur lógin upp til, at sektirnar í størru skipabólkunum skulu hækka, soleiðis at lógarbrot ikki gerast eitt kappingarbarometur, tí lógarkarmarnir eggja reiðaríunum til at bróta lógina. Ein standardbót fyri nóta og ídnaðarskip fyri vanligt brot á lógina um sjófeingi er sambært Vørn 650.000 krónur. Men Vørn metir í hesum ítøkiliga føri, at brot av hesum slag tað vil siga útblaking av fiski eigur at føra við sær 1.550.000 krónur í bót. Tað verður tó í síðsta enda Føroya Rættur, sum ásetir bótina. Tá politiið fór umborð á Næraberg í Fuglafirði í gjárkvøldi vórðu pappírini hjá skipinum tikin, og skipið fekk forboð fyri at loysa. Um middagsleitið í dag veitti reiðaríið hjá Nærabergi trygd fyri upphæddini, sum tað stendur til at fáa í bót. Tí kann Næraberg loysa aftur. Skipið skuldi bunkra olju í Fuglafirði, áðrenn tað skal landa í Kollafirði. Politiið hevur ongar upplýsingar fingið um, hvørt skiparin játtar seg sekan í at hava brotið lógina um sjófeingi. Útvarpið hevur verið í samband við Hanus Hansen, reiðara, men hann hevur onga viðmerking til málið. Eftir avhoyringar í gjárkvøldi er politiið liðugt at skriva sína frágreiðing um málið, og tað verður nú latið ákæruvaldinum. Tað er klokkan 16 í dag, at seinasti dysturin í heimsmeistarakappingini í fótbólti verður spældur í Moskva. Dysturin er millum Frakland og Kroatia Teir 12 tailendsku drongirnir og venjari teirra, sum vórðu innistongdir í Tham Luang holuni í norðara partinum av Tailandi í 17 dagar, eru nú komnir so frægt fyri seg aftur, at teir verða útskrivaðir av sjúkrahúsinum hósdagin í næstu viku. Eftir at fótbóltsvenjingin var liðug, hin 23. juni, fóru teir 12 dreingirnir og venjari teirra, sum so ofta fyrr, inn í Tham Luang holuna, ið er tilsamans 10 kilometrar djúp. Tá teir vórðu komnir okkurt um fýra kilometrar inn í holuna, fór at regna av grimd, vatnið fossaði inn í holuna, og ógjørligt var hjá teimum at sleppa út. Teir høvdu verið innistongdir í 10 dagar, áðrenn bretskir kavarar megnaðu at vinna vegin fram til teirra og har staðfesta, at allir vóru á lívi. 8. juli varð eitt umfatandi bjargingararbeiði sett í verk, og tríggjar dagar seinni vórðu allir bjargaðir. Tá høvdu teir verið innistongdir í holuni í 17 dagara. Dreingirnir eru millum 11 og 16 ára gamlir, og venjarin er 25. Teir hava verið innlagdir síðani, og undir neyvum eftirliti eru likam teirra spaluliga við at koma fyri seg aftur. Í video heilsanini verða dreingirnir millum annað spurdir, hvat teir nú helst ynskja sær at eta. Teir ynskja sær alt frá grísakjøti til sushi. Júst maturin hesar fyrstu dagarnar á sjúkrahúsinum hevur havt stóran týdning, tí eftir 17 dagar í holuni skulu likam teirra venja seg við at fáa mat. Um dagarnar frættist, at Tham Luang holan nú skal gerast til eitt livandi savn, har søgan um innistongdu dreingirnar og serstøku bjargingina skal forteljast. Roknað verður við, at holan verður eitt ferðafólkamál av teimum heilt stóru. Eisini hava røddir verið frammi um at gera ein film um hendingina. Tey lesandi noyddust at flýggja undan vápnaðum stuðlum hjá Daniel Ortega, forseta, sum fóru at skjóta eftir teimum undir eini mótmælisgongu við universitetið í høvuðsstaðnum. Síðani hava fleiri katólskir biskoppar roynt at samráðst við stjórnina fyri at fáa tey lesandi trygt út úr aftur kirkjuni. Tíðindastovan Reuters endurgevur fleiri lokalar fjølmiðlar, ið skriva at tvey lesandi vórðu dripin í atsóknini fríggjadagin, og at ein lesandi doyði inni í kirkjuni. Sera ófriðarligt hevur verið í Nicaragua síðstu mánaðirnar. Síðani apríl eru umleið 300 fólk dripin í samanbrestum eftir mótmælisgongur, ymsastaðni í landinum. Seinasta tíðin er tí mett at vera mest blóðuga tíðarskeið í Nicaragua síðani borgarakríggið í landinum, ið endaði í 1990. Spentu viðurskiftini millum stjórnirnar í Washington og Moskva standa ovast á breddanum, tá amerikanski forsetin, Donald Trump, og russiski starvsbróðir hansara, Vladimir Putin, hittast á toppfundi í finska høvuðsstaðnum, Helsinki, í dag. Fríggjadagin kunngjørdi amerikanska løgmálaráðið, at ákæra er reist móti 12 russiskum fregnartænastuyvirmonnum fyri at hava sníkt seg inn í telduskipanirnar hjá demokratunum í sambandi við forsetavalið í 2016. Donald Trump og forsetafrúan, Melania, komu til Helsinki í gjárkvøldið. Har varð skipað fyri mótmælisgongum bæði ímóti og til frama fyri USA. Donald Trump segði í samrøðuni við CBS News, at hann væntar ikki, at nógv kemur burtur úr toppfundinum í dag, men hann leggur dent á, at tað hevur týdning at hitta aðrar ríkisleiðarar, tað veri seg í Russlandi, Kina ella Norðurkorea. Nevndin broytti avgerðina hjá Róðrarsambandinum um umróður. Úrslitið av róðrinum hjá fimmmannaførum við gentum á Eystanstevnu stendur tí við. Hvalvíkar Streymnesar Róðrarfelag kærdi róðurin á Eystanstevnu 16. juni, tí fleiri bátar byrjaðu at rógva, tá startdómarin rópti klárir. Men Argja Róðrarfelag og Hósvíkar Róðrarfelag kærdu hesa avgerð til Dómsnevndina hjá Róðrarsambandinum. Dómsnevndin broytti avgerðina og segði, at eingin umróður skuldi verða. Blikur av Argjum vann róðurin hjá fimmmannaførum við gentum á Eystanstevnu, Falkur úr Hósvík gjørdist nummar tvey og Drekin úr Havn nummar trý. Ítróttardómstólurin sigur eisini, at Róðrarsambandið hevur onga heimild til fyrisitingarliga at døma umróður ella ógilda róður, tí bátur ella bátar fóru av tíðliga av stað. Støðan hjá gentum í fimmmannaførum, nú ein róður er eftir, er tann, at Blikur hevur 37 stig, Tambar hjá Knørri í Havn hevur 35 stig og Drekin hevur 27 stig. Videoupptøkur frá Eystanstevnuróðrinum kunnu síggjast her. Evropeiska hondbóltssambandið, EHF, vil ikki geva undantaksloyvi til at spæla dystin á Hálsi í Havn ella í Badmintonhøllini í Klaksvík. EHF vil vita meira um Marghøllina í Vági, millum annað, hvussu høllin kann hitast, um ferðing til Suðuroyar og gistingarmøguleikarnar í Suðuroynni. Tað fer at kosta ov nógv at keypa ein hondbóltsvøll og áskoðarapallar við plássi fyri í minsta lagi 2000 áskoðarum, sigur Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF, við heimasíðuna hjá Hondbóltssambandinum. Tí hevur Heilsu og innlendismálaráðið gjørt av at lýsa starvið leyst av nýggjum, sigur Turid Arge, aðalstjóri í Heilsu og innlendismálaráðnum. Miðeystur tíðindamaðurin hjá danska kringvarpinum, Michael S. Lund, sigur, at spenta støðan kann enda við kríggi eins og í 2014, tá 2.000 fólk doyðu. Stríðandi partarnir samráðast ikki beinleiðis við hvør annan, men gjøgnum grannalandið Egyptaland, sum hevur fingið ein vápnahvíld í lag. 33 fólk, sum búgva dygst við sjóvarmálan, vóru flutt burtur fríggjadagin, og tey sleppa ikki heim aftur enn. Fleiri av teimum eru farin til aðrar bygdir at verða, skrivar blaðið. Russland forðaði fyri 25 milliónum telduálopum og øðrum brotsverkum á samskiftiskervið í sambandi við endaspælið í heimsmeistarakappingini í fótbólti. Hóast strong trygdartiltøk, sluppu fýra fólk í russiska punk mótmælisbólkinum, Pussy Riot, inn á vøllin at gera ónáðir, tá finaludysturin millum Kroatia og Frakland varð spældur í Moskva í gjár. Tey eru skuldsett fyri at hava brotið reglurnar fyri áskoðarar og fyri ólógliga at hava latið seg í løgreglubúna, skrivar tíðindastovan, Interfax. Felagið hjá oljuarbeiðsfólkunum, Safe, og reiðarafelagið høvdu fund aftur í gjár, í eini roynd at finna semju, men einki spurdist burturúr. Safe sigur, at reiðarafelagið ætlar gera pensjónsskipanina verri, og lønargongdini hjá limunum í Safe er eisini verri enn hjá øðrum oljuarbeiðsfólkum, sigur felagið. Hagstovan hevur býtt fólkatalið í tveir partar og í fýra partar. Í fyrra býtinum eru tey, sum eru 40 ár ella yngri, og tey, sum eru 40 ár ella eldri. Summarið hevur verið heitt í Norra, og har suðri í landinum máldu tey sunnudagin 20 dagin í ár við tropuhita, tað vil siga meira enn 30 hitastig. Tað er ikki hent seinastu 63 árini, sigur YR.no . Fyri tveimum mánaðum síðani byrjaðu Virgar Johansen, Magnus Madsen og Terji Mohr konseptið Heilt Stutt . Teir filma við eini fartelefon skemtingarsom og satirisk filmsbrot summi long og onnur styttri. Endamálið er at seta spurnartekin við viðurskiftini í samfelagnum á ein skemtingarsaman hátt. Vit uppala ein systematiskan riðil av sartum javnaðarsálum, ið antin ikki tola ella eru fobisk fyri vanligum medmenniskjum, skrivar Agga Niclasen millum annað á sínum facebook vanga. Arbeiðið gongur væl, og higartil heldur tíðarætlanin og fíggjarmetingin, sigur Tóki á Steig, rakstrarleiðari fyri havnaútbyggingina, sum J og K Petersen stendur fyri. Í síðstu viku var stór betongkista lorað niður, har endin á nýggju kaiini er. Betongksiturnar er eisini ein verja ímóti, at stóru skipini renna á brimgarðin, um tey reka út eftir. Samanlagt skal øki svarandi til 13 fótbóltsvøllir spreingjast úr Glyvursnesi, og higartil er helvtin sprongt tað vil siga einir 7 fótbóltsvøllir. Vit eiga at byggja eina marghøll í Tórshavn, sum kann hýsa altjóða hondbóltsdystum. Tað skjýtur Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, upp, nú greitt er, at EM undankappingardysturin í manshondbólti, sum Føroyar skal spæla ímóti Danmark, ikki kann spælast í Høllini á hálsi, tí høllin lúkar ikki krøvini hjá Evropeiska hondbóltssambandinum, EHF. Enn er málið tó ikki viðgjørt politiskt, men borgarstjórin í Havn fer at taka málið upp í samband við, at kommunan fer at leggja fíggjarætlan fyri næsta ár og langtíðaríløguætlanir. Annika Olsen vísir á, at langhylurin, Tórsvøllur og Golfvøllurin standa fremst á íløguætlanini hjá Tórshavnar kommunu. Langhylurin er mettur at kosta um 100 milliónir, og kommunan fer undir projekteringina í heyst. Kommunan fer eftir ætlan at seta 50 milliónir krónur av komandi ár og 50 milliónir árið eftir. Í samband við útbyggingina av Tórsvølli, sum kommunan fíggjar saman við FSF, skal kommunan seta 6 8 milliónir krónur av um árið til 2023. Áðrenn Evropeiska hondbóltssambandið tekur støðu til, um Marghøllin í Vági kann brúkast til dystin, vil EHF millum annað vita, hvussu høllin kann hitast, um ferðing til Suðuroyar og gistingarmøguleikarnar í Suðuroynni. Forkvinnan í Hondbóltssambandinum sigur tó á heimasíðuni hjá HSF, at tað verður ein dýr loysn, og hondbóltssambandið hevur ikki fíggingina til at hava dystin í Vági. Ein 29 ára gomul russisk kvinna, sum býr Washington í USA, er tikin og skuldsett fyri at vera agentur hjá russisku stjórnini, upplýsir amerikanska løgmálaráðið. Sambært løgmálaráðnum skuldi kvinnan fáa samband við amerikanskar borgarar og sníkja seg inn í politiskar bólkar. Hon hevði eisini samband við ein vápnaðan bólk. Frá 2015 til 2017 arbeiddi kvinnan fyri ein embætismann í russisku stjórnini, sum seinni fekk eitt høgt starv í russiska tjóðbankanum. Kvinnan varð tikin sunnudagin, men skuldsetingin varð ikki kunngjørd fyrr enn í gjár, sama dag sum Donald Trump og Vladimir Putin høvdu toppfund. Bæði republikanarar og demokratar í USA eru í øðini inn á Donald Trump, forseta, tí hann vardi russiska forsetan, Vladimir Putin, sum á toppfundinum í Helsinki í gjár og vísti aftur, at Russland legði seg út í amerikanska forsetavalið í 2016. Á tíðindafundinum eftir toppfundin segði Putin, at russiska stjórnin hevur ongantíð, og fer ongantíð, at leggja seg út í innanhýsis amerikansk viðurskifti, heldur ikki amerikanska valið. Putin sigur, at tað var ikki Russland, og eg haldi onga grund vera fyri, at Russland var uppi í hesum, segði Donald Trump á tíðindafundinum. Formaðurin hjá republikanska flokkinum í kongressini, Paul Ryan, sigur, at tað er eingin ivi um, at Russland legði seg út í amerikanska valið í 2016, og Donald Trump noyðist at skilja, at Russland er ikki okkara sameindi. Republikanski senatorurin, Jeff Flake, sum leingi hevur funnist at amerikanska forsetanum, sigur, at Trump hevur borið seg skammiliga at. Eg væntaði ongantíð at uppliva tann dag, at okkara forseti fór at standa á pallinum saman við russiska forsetanum og geva USA skyldina fyri russiska ágangin. Hetta er skammiligt, skrivar Jeff Flake á Twitter. Eingin amerikanskur forseti hevur fyrr latið seg niðrað av einum bølmenni. Trump tosaði ikki bara ósatt um mótstøðumann sín. Hann fór eisini skeivur, tá tað ráddi um at verja tað, sum ger okkum til eitt lýðveldi við frælsum fólkum, sigur John McCain. Fáar dagar fyri toppfundin í gjár, ákærdi amerikanska løgmálaráðið 12 russiskar fregnartænastuagentar fyri telduálop og fyri at royna at ávirka amerikanska forsetavalið. Tað fekk fleiri demokratiskar og eisini onkrar republikanska kongresslimir at heita á Trump um at avlýsa fundin við Vladimir Putin. Fangar, sum sita í fongsli í Tansania, skulu nú arbeiða dag og nátt, teir fáa ikki vitjan av hjúnarfelaga, og dovnir fangar skulu sparkast. Mannarættindafelagsskapir hava funnist at Magufuli, forseta, tí hann er harðrendur, og at rættindini hjá borgarum verða skerd við hesum. Tað sømir seg ikki, at landið framhaldandi skal breyðføða fangar. Øll fongsul hava jørð, og fangarnir skulu dyrka hana, sigur forsetin. Og tað vil eg ikki hoyra talan um longur. Eg vil hava nýskipan í leiðsluni í fongsulunum, segði hann leygardagin, tá nýggjur stjóri varð settur fyri eitt av fongslunum í landinum. Teir hava kanska lisið búskap ella løgfrøði, men eru naknir, tá ið ræður um leiðslu. Eisini verða stjórar settir, sum ongar royndir hava. Tá ið tú verður ovasti stjóri, hevur tað stóran týdning, at tú ikki loypur av niðasta trini í trappuni upp á ovasta trin í einum. Ein stjóri eigur at hava roynt at vera eitt nú verkætlanarleiðari og deildarleiðari, áðrenn hann verður ovasti stjóri, sigur Eyðbjørn Poulsen. Hann heldur, at tú ert ikki egnaður at vera stjóri á einum stórum arbeiðsplássi, um tú ikki hevur í minsta lagi 10 ára leiðsluroyndir. Í øðrum londum loypur tú ikki upp í eitt stjórastarv, um tú ikki hevur leiðsluroyndir frammanundan, sigur stjórin í Leiðsluhúsinum við Magistaran, blaðið hjá Magistarafelagnum. Tyrlur royna at basa eldunum, men trupult er hjá teimum at sleppa nær eldinum. Bjargingarliðini hava heitt á svenskarar, sum eru tætt við eldin, at sleppa sær burtur. Svensku myndugleikararnir heita eisini á sjálvboðin við góðari heilsu um at koma og hjálpa. Tað er fyrst og fremst til eldin P lg rd í Ragunda kommununi, har biðið verður um eini 20 sjálvboðin koma at hjálpa, sigur SVT. Eisini hava svensku myndugleikarnir biðið um hjálp frá ES, og sambært DR.dk koma eldsløkkingarflogfør úr Italia seinnapartin at hjálpa. Gunnar Holm Jacobsen hevur sitið sum konstitueraður deildarstjóri í Uttanríkistænastuni í yvir fimm ár, men starvið er ongantíð formliga sett, sigur Herálvur Joensen aðalstjóri í Uttanríkis og Vinnumálaráðnum. Tí málsøkið uttanríkismál lá í Løgmansskrivstovuni til ár 2015, tá tað varð flutt í nýggja Uttanríkis og vinnumálaráðið. Bjørgfríð Ludvig, fyrrveradi aðalstjóri í Vinnumálaráðnum, sat sum aðalstjóri í nýggja Uttanríkis og vinnumálaráðnum til 2016, tá hon fór í starv sum kommunustjóri í Tórshavnar kommunu. Og Herálvur Joensen tók við starvinum sum aðalstjóri í Uttanríkis og vinnumálaráðnum 1. januar 2017. Síðani hevur verið arbeitt við at flokka starvið sum deildarstjóri í Uttanríkistænastuni og fáa øll formlig viðurskifti uppá pláss, og nú verður starvið so lýst leyst, sigur Herálvur Joensen. Uttanríkistænastan tekur sær av uttanlandsmálum so sum handilsviðurskiftum, trygdarmálum og umsiting av altjóða sáttmálum millumlandasamstarvi. Harafturat varðar Uttanríkistænastan av limaskapum í fleir og millumtjóðafelagsskapum Umframt at leiða arbeiðið í heimatænastuni, skipar deildarstjórin arbeiðið mótvegis sendistovum Føroya í Keypmannahavn, Brússel, London, Reykjavík og Moskva. Hitt starvið, sum søkt verður eftir fólk til, starvið sum deildarstjóri á vinnudeildini, er so at siga nýtt í Uttanríkis og vinnumálaráðnum. Vinnumálaráðið og Uttanríkismálaráðið vórðu løgd saman í september 2015, og áðrenn samanleggingina vóru fleiri deildarstjórar í Vinnumálaráðnum. Ein nýggjur bygnaður varð gjørdur í samband við, at ráðini vórðu løgd saman í 2015, og eitt deildarstjórastarv varð sett á stovn til eina vinnudeild í Uttanríkis og vinnumálaráðnum. Poul Egholm hevur tó sitið sum konstitueraður deildarstjóri í vinnudeildini í eitt ár, og nú verður søkt eftir deildarstjóra til vinnudeildina. Deildarstjórin í Vinnudeildini leiðir arbeiðið í vinnudeildini, sum millum annað fevnir um alimál, ferðavinnu, handilsmál, kappingarmál og útlendinga og integrasjónsmál. Tað heita grundvatnið, sum rennir úr jarðhitaholunum í Kollafirði, er mest sannlíkt ikki eldri enn fimm ár. Hetta er ein av niðurstøðunum í nýggjari grein, sum er partur av PhD verkætlan á Jarðfeingi í løtuni. Orsøkin til hesa niðurstøðu er tann, at kanningar av grundvatni úr Vestmanna boringini frá 1981 umframt ymsum øðrum keldum í Føroyum, bæði heitum og køldum, hava víst, at vatnið har ikki er eldri enn eitt hálvt til trý ár. Tað eru kanningar av tritium, sum kunnu geva ábendingar um aldurin á vatni. Hetta merkir, at grundvatngoymslurnar í Føroyum verða endurnýggjaðar skjótt. Súrevnisisotopkanningar, ið eru gjørdar av vatninum í Vestmanna, hava eisini víst á, at talan er um regnvatn, og tí kann tað hugsast, at talan eisini er um regnvatn, sum er seyrað niður gjøgnum jarðarløgini í Kollafirði,skrivar Jarðfeingi á heimasíðuni. Hóast kommunan bað hann koma, vil kommunan ikki gjalda fyri hann. Talan er um Samson hjá skipasmiðjuni Mest. Hann var á Tvøroyri, tá eldur var í virkinum hjá Varðanum Pelagic. Samson var á Tvøroyri 9. og 10.juni. Hann brúkti 35 tímar til arbeiðið, og Mest sendi býráðnum eina rokning, sum er 205.000 krónur. Sambært brævi frá advokatinum hjá Mest, sendi Mest Samson eftir umbøn frá Tvøroyrar kommunu, sum boðaði frá, at hon vildi hava so nógva sløkkihjálp sum til bar at basa eldsbrunanum. Tvøroyrar kommuna heldur uppá, at eldurin í Varðanum Pelagic var so stórur, at talan var um landstilbúgving. Tí eigur landið at gjalda tær 205.000 krónurnar. Men landið sigur seg ikki hava heimild at gjalda. Fiskimálaráðið, sum umsitur landstilbúgvingina, bað ikki Samson fara suður, tá eldur var í Varðanum Pelagic. Mest eigur sum stór privat fyritøka at sýna samfelagsábyrgd við at hjálpa kommunum og landi í slíkum støðum, sum eldurin í Varðanum Pelagic var, og bera kostnaðin, sum hjálpin hevur við sær, heldur Tvøroyrar kommuna. Astrid Lindgren hevur skrivað bókina Mio mín Mio, um Bo Vilhelm Olsson, sum fór til fjarskotna landið at hitta faðir sín kongin. Elin Súsanna Jacobsen týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav bókina út av nýggjum í 2017. Margreta Næss lesur. Astrid Lindgren hevur skrivað bókina Mio mín Mio, um Bo Vilhelm Olsson, sum fór til fjarskotna landið at hitta faðir sín kongin. Elin Súsanna Jacobsen týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav bókina út av nýggjum í 2017. Margreta Næss lesur. Astrid Lindgren hevur skrivað bókina Mio mín Mio, um Bo Vilhelm Olsson, sum fór til fjarskotna landið at hitta faðir sín kongin. Elin Súsanna Jacobsen týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav bókina út av nýggjum í 2017. Margreta Næss lesur. Astrid Lindgren hevur skrivað bókina Mio mín Mio, um Bo Vilhelm Olsson, sum fór til fjarskotna landið at hitta faðir sín kongin. Elin Súsanna Jacobsen týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav bókina út av nýggjum í 2017. Margreta Næss lesur. Astrid Lindgren hevur skrivað bókina Mio mín Mio, um Bo Vilhelm Olsson, sum fór til fjarskotna landið at hitta faðir sín kongin. Elin Súsanna Jacobsen týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav bókina út av nýggjum í 2017. Margreta Næss lesur. Astrid Lindgren hevur skrivað bókina Mio mín Mio, um Bo Vilhelm Olsson, sum fór til fjarskotna landið at hitta faðir sín kongin. Elin Súsanna Jacobsen týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav bókina út av nýggjum í 2017. Margreta Næss lesur. Astrid Lindgren hevur skrivað bókina Mio mín Mio, um Bo Vilhelm Olsson, sum fór til fjarskotna landið at hitta faðir sín kongin. Elin Súsanna Jacobsen týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav bókina út av nýggjum í 2017. Margreta Næss lesur. At koma til eitt nýtt land kann hava nógvar avbjóðingar við sær. Í Føroyum er tað helst tilvildin, ið avger, hvussu tilflytarar fóta sær, tí í Føroyum er eingin yvirskipaður integrasjóns politikkur. Luciana Santos, sum kemur úr Brasilia, kom til Føroya fyri 12 árum síðani. Hon heldur, at hon var heppin at koma til eina góða familju, ið lærdi hana føroyskt, tí frá landsins síðu var einki gjørt fyri at tryggja hesum. Hon hevur annars tikið egið intiativ til at læra seg málið, men vísir samstundis á, at tað ikki eru allir tilflytarar, ið eru líka førir fyri hesum. Eg haldi ikki, at integrasjónsøkið skal yvirtakast, tí tað megna Føroyar ikki. Men sjálvsagt skal ein integrasjóns politikkur orðast, heldur Luciana Santos, ið er tilflytari til Føroya. Umframt tað er hon búskaparfrøðingur og hevur arbeitt innan føroysku fyrisitingina. Fyribils er talan um serliga tyngjandi umstøður, men um ákært verður sambært tí ella, um skiparin á Nærabergi yvirhøvur verður ákærdur, er ov tíðliga at siga enn. Verður hann ákærdur, fer málið í rættin, tí tað er so stórt og umfatandi, sigur Linda M. Hesselberg, varafúti. Politiið og ákæruvaldið kanna nú málið um útblakingina hjá uppsjóvarskipinum Nærabergi. Vørn mælti til í samráði við ákæruvaldið, at veitast skuldi trygd fyri einari millión og 550.000 krónum, áðrenn skipið slapp at loysa aftur. Tað gjørdi reiðaríið, P f Næraberg, so Næraberg slapp til Kollafjarðar at landa. Tær 50.000 krónurnar eru til advokatin hjá skiparanum. Eftir at lógin um sjófeingi kom, er gjørdur ein nýggjur máti at rokna út bótina fyri at bróta lógina. Bótin verður ásett eftir skipaslagi, og hvør inntøkan hjá júst hesum skipaslagnum er. Hetta er fyrsta málið av hesum slagnum, síðani lógin um sjófeingi kom á nýggjárinum, so tað fer í rættin, um skiparin verður ákærdur. Eygleiðari hjá Vørn var við Nærabergi síðsta túrin. Tá Næraberg kom á Fuglafjørð leygarkvøldið, stóðu politiið og Vørn fyri skipinum. Í fundarfrásøgn frá fundi millum Mentamálaráðið og LISA 22. mars í ár, sæst í fundarfrásøgnini, at Rigmor Dam, landsstýriskvinna, tá upplýsti fyri LISA, at ongin rakstrarjáttan fylgir við. Viðvíkjandi hølunum helt landsstýriskvinnan, at talan mátti vera um eina skipan, har listafólk skiftast um at hava høvi at brúka hølini, so hølini ikki bert gagna nøkrum fáum, sæst í fundarfrágreiðingini frá fundinum 22. mars. Á fundi við Tjóðsavnið 21. juni, segði landsstýriskvinnan, at eingin eyka rakstrarjáttan kann fylgja við til tey, sum skulu brúka Hoydalar. Nakrar fortreytir eru, sum mugu fáast í lag, áðrenn Tjóðsavnið kann flyta inn, stendur í fundarfrásøgnini. Nýggj lásaskipan má gerast, sum kostar nakrar hundrað túsund krónur, og kannast má, um læknahúsini skulu seljast. Nýtslan skal gerast upp. LISA kundi goldið eitt nú ein triðing. Roknast kann við umleið 700.000 til eina millión krónur til hita og annað, sæst í fundarfrágreiðingini. Herleif Hammer, stjóri á Tjóðsavninum, gjørdi á fundinum vart við, at avtalan ikki mátti leggja útreiðslur á Tjóðsavnið, í minsta lagi mátti status quo varðveitast, sæst í fundarfrágreiðingini, sum Kringvarpið hevur fingið innlit í. Jarðfeingi hevur verið í Eysturoyartunlinum og gjørt kanningar í samband við, at arbeiðsmenn í mai mánaða rendu seg í heitt vatni í tunlinum. Men tað hevur ikki borið til hjá Jarðfeingi at sleppa nóg nær staðnum, har heita vatnið spríkti uppúr, soleiðis at til bar at kanna vatnið. Tilfar var lagt út yvir botnin til koyribreyt beinavegin aftaná, at arbeiðsmenninir bóru við vatnið. Tað skrivar Jarðfeingi á heimasíðuni . Jarðfeingi fer tó at royna aftur um eitt ár ella so, tí tá skulu ymiskar innleggingar gerast í tunlinum, botnurin reinsast og endalig koyribreyt leggjast á, og tá verður møguligt hjá Jarðfeingi at sleppa betri framat staðnum. Kanningarnar higartil geva tó ongar ábendingar um óvanliga heitar umstøður nærindis staðnum, har fyribrigdið sambært arbeiðsmonnunum var, skrivar Jarðfeingi á heimasíðuni. Keldan í Eysturoyartunlinum kann møguliga vátta eina hypotesu um, at heita vatnið í Kollafirði kemur frá langari rivu, sum gongur tvørtur um fleiri oyggjar. Fleiri líknandi rivuskipanir við heitum vatni kunnu vera í Føroyum, og hesar kunnu í framtíðini brúkast sum orka, um so er, at tær eru varandi. Leysligar metingar hjá Jarðfeingi vísa, at orka er í heita vatninum í Kollafirði til at hita 150 vanlig sethús, um hitapumpuskipan verður nýtt. Politiið var á staðnum í gjár, og úrslitið av kanningunum varð, at maðurin, sum var einsamallur inni, hevði sett eina grýtu á komfýrin og tendrað plátuna. Eg havi Putin forseta her. Hann hevur júst sagt, at tað ikki var Russland. Eg dugi ikki at síggja, hví tað skuldi verið Russland. Putin forseti var øgiliga greiður og sannførandi, tá hann noktaði fyri hesum í dag, segði Trump. Stutt eftir tíðindafundin komu fyrstu hvøssu atfinningarnar móti tí, sum Trump hevði sagt á tíðindafundinum. Millum annað vóru fleiri republikanarar í øðini, tí Trump við hesum vardi Putin, sum vísur ákærunum aftur. Tí bað Trump um útskrift og videoupptøku frá tíðindafundinum fyri at tryggja sær, at hann hevði sagt tað, sum hann meinti. Og tá gjørdist tað Donaldi Trump greitt, at hann manglaði at siga ikki í setninginum. Trump sigur, at í høvuðssetninginum sigur hann skuldi would , ístaðin fyri orðini skuldi ikki wouldn t . Altso dupult negatión. Setningurin átti at verið Eg síggi onga orsøk til, hví tað ikki skuldi verið Russland, greiddi Trump journalistum frá í gjárkvøldið. Hann segði eisini, at hann viðurkenninr niðurstøðuna hjá amerikonsku fregnartænastuni um, at Russland blandaði seg upp í forsetavalið. Men hann legði afturat, at russiska íblandingin hevði onga ávirkan á valúrslitið, og at umsitingin hjá honum fer at gera sítt ítasta, so at slíkt ikki hendir við miðskeiðisvalið, sum verður í november. Hetta er størsta fríhandilsavtala hjá ES higartil, og hon ber í sær eitt fríhandilsøki, sum fevnir um nærum triðingin av heimsins bruttotjóðarúrtøku. Avtalan verður undirskrivað í eini tíð, har bæði Evropa og Japan eru rakt av nýggjum tolli, sum amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur gjørt av at seta í verk. Ein kvinna, sum seinnapartin í gjár boðaði løgregluni frá, at bilur hennara var stolin á bilplássinum við Keypssamtøkuna í Runavik, fær eina bót fyri at lata lykilin standa í bilinum. Tá hin kvinnan, tann, sum átti bilin, kemur út aftur, heldur hon, at hennara bilur er stolin, sigur vaktleiðarin á politistøðini í morgun. Kappingin í dag endar við bátabrúgvarnar í Klaksvík klokkan fýra seinnapartin ella har á leið. Heiðursmerkjahandan verður kl.16.30 í dag. 36 av plássunum eru býtt á tvær opnar deildir, og hini 40 verða á landsins fyrstu stongdu deild, sum er til tey, sum eru dømd í forvaring og hildin aftur. Múrur verður kring stongdu deildina, og innanfyri múrin verða fleiri tilboð til tey fongslaðu eitt nú handil, ítróttarhøll, bókasavn, kirkjurúm og ítrív og undirvísingarhøli. Tað skrivar Sermitsiaq . Stjórin fyri kriminalforsorgina í Grønlandi, Naaja Nathanielsen, sigur, at talan verður um pinku samfelag, har tey dømdu sjálv skulu til handils at keypa vørur og matgerða. Eisini reingerð og at skumpa kava skulu tey taka sær av. Tað skuldi eftir ætlan verða liðugt við árskiftið 2014 2015, men tíðarætlanin helt ikki. Ilt hevur verið at fáa kvalifiseraða arbeiðsmegi, og grønlendski veturin hevur eisini havt sína ávirkan á, at arbeiðið er seinkað, skrivar blaðið. Níggju dagar eftir, at seinastu dreingirnir vórðu bjargaðir úr einum helli í Teilandi, verða teir nú útskrivaðir frá sjúkrahúsinum, har teir hava fingið viðgerð. Í kvøld skulu dreingirnir luttaka á tíðindafundi. Allir spurningar skulu kannast frammanundan, og sálarfrøðingur skal góðkenna teir, skrivar Reuters. Víkingur tapti í gjár 3 1 fyri finska meistaraliðnum HJK Helsinki. Dysturin var spældur í Finlandi. Málið hjá Víkingi skeyt Gunnar Vatnhamar. Hetta var seinni dystur í undankappingini til Champions League kappingina. Fyrra dystin tapti Víkingur 2 1 á heimavølli. Sostatt tapti Víkingur samanlagt 5 2. Hóast tapið í gjár, er hetta ikki eitt endaligt farvæl til evropiskan fótbólt fyri Víking í ár. Ásetingarnar siga, at liðini, ið ikki megna at spæla seg víðari í Champions League kappingini, fáa ein nýggjan møguleika í undankappingini til Europa League kappingina. Í Europa League skal Víkingur spæla móti vinnaranum av dystinum millum FC Sheriff úr Moldova og Torpedo Kutaisi úr Georgia. Fyrra dystin millum hesi bæði vann Torpedo Kutaisi 2 1. Tá høllin er liðug, kunnu vágafólk eisini ríða, tá myrkt er úti ella keðiligt veður. Og tá fer eisini at bera til at hava undirvísing og annað um veturin. Hetta kann gera, at rossini í Vágum verða miðsavnað heldur enn at standa spjadd í bygdinum, í gomlum neytafjósum, skúrum ella bilhúsum. Reiðarafelagið vísir á ein gerðarrættarúrskurð frá 2013, har tað varð staðfest, at reiðarar høvdu rætt til at draga útreiðslur frá uppboðssøluni í 2011 frá, áðrenn manningin varð avroknað. Manningarfeløgini vísa hesum aftur og siga, at talan tá var um royndarfiskiskap, og at einki stendur í lógini um sjófeingi um hetta, tí ætlanin hjá Fiskimálaráðnum var ikki, at manningin skal missa, tí reiðarar keypa fiskirættindi. ES kommissiónin hevur í trý ár kannað Google og um felagið hevur gjørt sær dælt av sterku marknaðarstøðuni í samband við Android stýrisskipanina, ið verður brúkt á fartelefonum. Google eigur Android stýrisskipanina, og ES komminssiónin ákærir nú Google fyri at noyða Android brúkarar at brúka Google Chrome sum leitisskipan á fartelefonunum við hesum stýrisskipanum. Eitt nú fáa brúkarar ikki atgongd at taka niður ymsar appir á telefonina, áðrenn tey hava játta at brúka Google Chrome sum leitiskipan. Harafturat skal Google hava telefonframleiðarum og telefeløgum fíggjarligar ágóðar, afturfyri at nýta Google Chomre sum leitisskipan á fartelefonum, ið tey framleiða. Margrethe Vestager, ið er kappingarkommiserur hjá ES, sigur, at Google við hesum brúkar sína sterku støðu á marknaðinum at skapa sær ein fyrimun framum aðrar veitarar, og at hetta er kappingaravlagandi. Vit vilja bara hava alla plantuna legaliseraða. Hon er púra ófarlig, og øll skulu hava loyvi til at hava hana standandi heima. Fyrst og fremst er tað týdningarmikið, at sjúklingar fáa atgongd til plantuna, sigur hann. Flokkurin hevur ikki nakra aðra støðu til onnur mál. Tískil fer tað at vera upp til hvønn einstakan í flokkinum at taka støðu til onnur politisk mál. Ert tú fyri at legalisera plantuna, ert tú fyri at granska plantuna í Føroyum, so kanst tú vera partur av okkara flokki. Vit blanda okkum ikki upp í, hvat tú meinar um onnur ting, sigur Hallur Hjalgrímsson Djurhuus. Flokkurin skal hava 800 undirskriftir fyri at sleppa at stilla upp. Sum nú er, hevur Hallur Hjalgrímsson Djurhuus savnað áleið 250 undirskriftir. Føroyingar yvirtaka persónsrætt, húsfólkarætt og arvarætt ólavsøkudag, so sum samveru, barnapengar, hjúnaskilnað og separatión, verjumál og ættleiðing. Ríkisumboðið umsitur málsøkið sum er, men bara til ólavsøku. Hon hevur arbeitt við familjurætti í Ríkisumboðnum í átta ár, og eitt ár var hon í Heilsu og innlendismálaráðnum, áðrenn hon gjørdist fakligur stjóri í Familjufyrisitingini. Yvirtøkan ger, at fólk, sum til dømis ætla sær at skiljast, søkja um barnapengar ella ættleiða barn, skulu um eina góða viku venda sær til Familjufyrisitingina í staðin fyri til Ríkisumboðið. Laila S. Jacobsen er deildarleiðari á matvørudeildini á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og sambært henni, snýr tað seg um serligar reglur, sum eru galdandi fyri beinleiðis sølu av kjøti. Í Føroyum hava vit eitt serligt undantak fyri óløggilt kjøt, og tað er regulerað í einari kunngerð, sum bara letur undantak fyri føroyskar rávørur og ikki íslendskar, sigur hon. Síðani keypti matstovueigarin ræst kjøt frá føroyskari heilsølu, men heldur ikki tað slapp matstovan at selja, tí ivamál stungu seg upp um framleiðaran av kjøtinum. Heimaframleiðslukunngerðin setur nakrar treytir til at vera heimaframleiðari. Ein av hesum er, at tú hevur latið teg skrásett á einum lista, sum liggur á heimasíðuni hjá Starvstovuni. Tað, sum varð mær upplýst, var, at tað er ikki greitt, at viðkomandi varð skrásettur, sigur Laila S. Jacobsen frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Tað er Ruben Busk, sum eigur og rekur MATsmiðjuna Streetfood í Saksun. Við Dimma.fo sigur hann, at ræstkjøtaburgararnar góvu umleið 80 av søluinntøkuni. So nú er alt grundarlagið undir fyritøkuni brotið sundur. Eg kann sjálvandi kanna, um eg kann fáa ræst kjøt aðrastaðni frá, men um eg ikki finni nakað, so verði eg nokk noyddur at steðga fyri í ár, sigur hann við Dimma.fo. Andstøðan í turkiska tinginum sigur, at hóast lógin verður sett úr gildi, fara myndugleikarnir framvegis at stýra landinum við harðari hond. Í fyrstani varð sagt, at undantakslógin skuldi bara vera í gildi í tríggjar mánaðir, men síðani er hon longd sjey ferðir. Eingin umbøn er komin um leingja hana aftur, og tí fer hon úr gildi í kvøld. Tilsamans lótu 249 fólk lív í hernaðarkvettinum, tá hernaðarflogfør bumbaðu høvuðsstaðin, Ankara, og samanbrestir vóru í Istanbul. Meðan undantaksstøða hevur verið í landinum, eru 80.000 fólk handtikin, og 160.000 almenn starvsfólk eru søgd úr starvi, eitt nú løgreglufólk og lærarar á lærdum háskúlum. Recep Tayyip Erdogan vann forsetavalið í Turkalandi í síðsta mánaði, og undir valstríðnum lovaði hann, at undantakslógin skuldi setast úr gildi. Stjórnin hjá Erdogan hevur lagt fram lógaruppskot, sum ber í sær, at Erdogan og tey, sum hann samstarvar við í tinginum, kunnu samtykkja varandi lógir um mál, sum stór ósemja hevur verið um. Sambært uppskotinum frá stjórnarflokkunum, skulu myndugleikarnir í trý ár fáa heimild at senda embætisfólk til hús, sum verða hildin at hava samband við yvirgangsfelagsskapir. Løgreglan skal hava heimild at halda fólki aftur uttan skuldseting í tveir ella fýra dagar, um viðkomandi hevur framt fleiri lógarbrot. Av teimum vóru sløk 9.000 løgreglufólk, tí sagt verður, at tey hava samband við yvirgangsfelagsskapir, og at tey eru hóttan fyri trygdina í landinum. Seinastu árini hava grønlendsk landsstýrisfólk fleiri ferðir verið í Kina, og við eini sendistovu verða betri møguleikar at tryggja størri útflutning til Kina, sigur Vivian Motzfeldt. Fornfrøðingar og søgufrøðingar hava higartil hildið, at tilvirkaður matur sum breyð hoyrdi bóndasamfelagnum til, og var ókent í steinøldini. Hildið hevur verið, at menniskjuni, sum livdu fyri 14.700 árum síðani, livdu av veiði og tí, sum tey funnu av villum berum og rótum, sum kundu etast. Sambært Amaia Arranz Otaegui, granskara á lærda háskúlanum í Keypmannahavn, broytir breyðið okkara fatan av, nær bóndasamfelagið byrjaði, og menniskju gjørdu sínar fyrstu royndir at velta korn og grønmeti. Hotell samtakið MGM Resorts hevur avgjørt av at stevna fleiri avvarðandi hjá teimum, sum lótu lív í einum hópdrápi í spælibýnum Las Vegas í fjør. Stephen Paddock hevði leigað sær eitt kamar á einum gistingarhúsi, sum MGM Resorts eigur, og haðani skeyt hann frá hond eftir fólki, sum vóru á konsert. 58 fólk doyðu. Men MGM Resorts sigur, at fyritøkan, sum skipaði fyri trygdini á konsertøkinum, hevði fingið góðkennning frá ráðharrastovuni fyri innlendskari trygd. Hetta er ljótasta atferð, eg havi upplivað, te 30 árini eg havi verið advokatur, sigur Robert Eglet, sum umboðar ein av teimum avvarðandi. Bretska kringvarpið er dømt at gjalda heimskenda sangaranum, Cliff Richard, 260.000 dollarar, tí sjónvarpsrásin sendi frá eini húsarannsókn í heimi hansara í 2014. Løgreglan gjørdi húsarannsókn heima hjá Cliff Richard, tí hann var undir illgruna fyri kynslig lógarbrot, men eftir húsarannsóknina kom løgreglan til ta niðurstøðu, at prógv vóru ikki fyri, at Cliff Richard kundi skuldsetast. Cliff Richard var burturstaddur, tá politiið gjørdi húsarannsókn í august 2014. BBC fekk eitt prei um húsarannsóknina, og filmaði hana úr einari tyrlu, tá løgreglan fór inn í húsini. Endamálið við royndunum er at vita, um vindorka kann brúkast afturat í orkuveitingini til bygdirnar, og hvussu vindmyllur roynast í arktiska veðurlagnum. Vinmylluroyndin í Sisimiut verður gjørd í samtarvi við útbúgvingarstovnin, KTI í býnum, og verkætlanin skal eisini brúkast í undirvísingini á skúlanum, skrivar KNR. Lena Moyell Johansen sigur, at fyrispurningar eru komnir um at leiga frá Ríkisumboðnum. Men eingin leigusáttmáli er tó gjørdur enn. Hans Andrias Kelduberg frá Thor sigur, at reiðaríið hevur arbeitt við at selja tey eldru frálandaskipini úr felagnum, millum annað tí tað er torført at fáa eldru skipini at liva up til strongu krøvini, sum verða sett til frálandaskip. Flokkurin er hvørki høgra ella vinstravendur. Hevur onga støðu til loysing ella samband ella fyri so vítt onnur politiskt stórmál. Flokkurin Framtakið fyri rættinum at velja kannabis ætlar at selja seg politiskt fyri onnur mál, um talan er um at gera kannabis lógligt. Fyrst snýr tað seg um at gera kannabis lógligt sum heilivág. Síðani verður arbeitt við at gera kannabis lógligt sum heild, sigur Hallur Hjalgrímsson Djurhuus, sum er ein av stovnarunum av nýggja flokkinum. 100 íbúgvar í Jæmtland landspartinum í miðsvøríki fingu seint í gjárkvøldið boð um at fara frá húsum. Skógareldar herja í økinum, og myndugleikarnir hava ikki tamarhald á eldunum. 70 prosent av Svøríki er skógur, og í løtuni herja meira enn 40 skógareldar. Ringast rakt eru stóru skógarøkini norðanfyri Stokkholm. Svenski innanríkisráðharrin, Morgan Johansson, segði í gjár, at hann vónar, at ES setur saman eina sløkkiliðstilbúgvingin, sum limalond kunnu heita á um hjálp. Vit meta um støðuna, og vit hava ongantíð sæð slíkt í Svøríki. Eg havi kunnað svenska ráðharran um, at Frakland hevur boðið sær at senda tvey sløkkiflogfør til Svøríkis, segði Christos Stylianides. Opni bólkurin, sum eru menn, byrjaði í Gásadali, meðan kvinnur, unglingar og motionistar byrjaðu í Kollfjarðadali. Málið hjá øllum var í Klaksvík. Fyrstur um málstrikuna í opna bólkinum var Dávur Magnussen. Hann súklaði teinin, sum er um 100 km, upp á 2 tímar 44 minuttir og 57 sekund. Hetta er avgerðandi løta fyri zionismuna og fyri søguna hjá ísraelska ríkinum, segði Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri, eftir atkvøðugreiðsluna. Eg eri skelkaður og sorgarbundin, at demokratiið er deytt, segði Ahmed Tibi, sum er arabiskur politikari í Ísrael eftir atkvøðugreiðsluna. Vit halda fram at tryggja borgararættindini í ísraelska demokratinum, men meirilutin hevur eisini rættindi, og meirilutin bestemmar, segði hann undan atkvøðugreiðsluni. Tá tað snýr seg um at avkriminalisera rúsevni, so segði Andres Manuel, forseti, við meg Carte blanche. Alt sum er neyðugt fyri at fáa frið aftur í okkara landi, lat okkum seta hol á tað kjakið, sigur innanríkisráðharrin, Olga Sanchez Cordero. Fleiri enn 200.000 morð eru framd síðani 2006, tá myndugleikarnir byrjaðu at brúka hernaðarliga megi í eini roynd at basa risastóra narkohandlinum í landinum. Cordero sigur, at slíkur hernaðarligur politikkur stríðir ímóti stjórnarrættarligu ásetingunum um, at myndugleikarnir hava ábyrgd av trygdini í landinum. Amerikanska íløgufelagið Yucaipa Companies hevur selt sín fjórðing í flutningsfelagnum Eimskip fyri 660 milliónir krónur ella fyri 11 milliardir íslendskar. Boðað varð frá søluni í íslendska keypsskálanum í gjárkvøldið. Ikki verður sagt, hvør hevur keypt partabrøvini hjá Yucaipa Companies. Yucaipa Companies, sum var størsti partaeigarin í Eimskip, boðaði frá í november í fjør, at felagið umhugsaði at selja lut síni í Eimskip. NSÍ spælir á heimavølli á Svangaskarði móti skotska Hibernian. Skotska liðið vann fyrra dystin 6 1. Dysturin á Svangaskarði byrjar klokkan 19 45, og útvarpið sigur frá. KÍ spælir á útivølli móti Zalgiris Vilnius úr Litava. Fyrri dysturin endaði við 2 1 sigri til litavska liðið. Tann dysturin byrjar klokkan 18, føroyska tíð. B36 spælir somuleiðis á útivølli. Tað er ímóti Mladost Podgorica úr Montenegro. Fyrri dysturin endaði 0 0. Tann dysturin byrjar klokkan 19 30, føroyska tíð. Tvær kunngerðir eru á veg um vatnskutatar, ella um motorrikið stuttleikafar við skrokklongd undir fýra metrar, sum millum annað vatnskutarar kallast í kunngerðunum. Skeiðið verður ikki boðið út í løtuni, men fyrireikingar verða gjørdar, so skeiðið verður boðið út í næstum, sigur Vinnumálaráðið. Í hinari kunngerðini er krav um góðkendan bjargingarvest og um kuldabjálvandi drakt. Er talan um flótidrakt er bjargingar ikki neyðug. Loyvt er tó at sjóseta hesi før frá strond ella frá bryggju, men tey mugu ikki sigla skjótari enn fimm fjórðingar út um 300 metrar. Men vinnarin ætlar sær ikki a ferðast ella gera íløgur fyri pengarnar. Vinnarin ætlar at hjálpa familjuni og at betra um viðurskifti í lokaløkinum. Starvsmannafelagið er farið í Fasta Gerðaarættin við Lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum, tí manningin á Tjaldrinum ikki fekk yvirtíð fyri allar tímarnar, ið teir arbeiddu, tá eldur var í Varðanum Pelagic í fjør. Tjaldrið skuldi skifta manning á middegi 9. juni, men um 11 tíðina komu boð um at fara á Tvøroyri, tí eldur var í Varðanum Pelagic. Manningin helt tí fram og var verðandi umborð. Manningin slapp ikki í land aftur fyri enn klokkan 18 leygarkvøldið, tað vil siga 30 tímar eftir, at manningin skuldi verið farin í land. Manningin fekk bara yvirtíð fyri 15 av teimum tímunum. Tað heldur Starvsmannafelagið er brot á grein 40 í sáttmálanum, at limirnir hjá felagnum umborð á Tjaldrinum ikki fingu yvirtíðarløn svarandi til siglingstíð eftir vanligari vaktarskipan umframt 30 . Men Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum vísir til praksis, sum er galdandi eftir øðrum sáttmálum. Til dømis hjá navigatørum og maskinmonnum, har tað stendur, at um skipið til dømis kemur inn dagin eftir, meira enn 24 tímar aftaná, at manningarskiftið var ætlað, men tó so tíðliga á degi, at allir sleppa heim, verður bert goldið fyri 12 tíma arbeiðið. Henda orðing samsvarar við ta praksis, sum hevur verið brúkt á økinum fyri allar manninarbólkar, vísir Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum á. Hetta er ikki einasta ósemjan, sum er um, hvør skal rinda í samband við eldin 9. juni í fjør. Tí eisini Tvøroyar Kommuna og Fiskimálaráðið kjakast um, hvør skal rinda rokningina fyri, at Samson hjá skipasmiðuni varð biðin um at fara suður at hjálpa til við at sløkkja eldin. Tann rokningin er 205.000 krónur. Tvøroyrar kommuna vil ikki rinda rokningina, tí kommunan vil vera við, at eldurin í Varðanum Pelagic var so ógvisligur, at hann var á triðja tilbúgvingarstigi, og tá eigur landið at gjalda. Fiskimálaráðið viðger tað málið í løtuni. Rógvi Reinert, aðalstjóri í Fiskimálaráðnum, vil ikki siga, nær tað verður almannakunngjørt, hvør fær menningarkvotur, men tað verður skjótt, sigur aðalstjórin. Í hesum fyrsta umfarinum verður bara uppsjóvarfiskur latin sum menningarkvota. Menningarkvoturnar í ár eru 41.912 tons av svartkjafti, 8749 tons av makreli og 7510 tons av norðhavssild. Tað er fjórða árið á rað at Dansieksperimentið er, og nú eru fyrireikingarnar byrjaðar til sýningarnar, sum vera 23., 24., og 25 august. Dansurin tók seg serliga fram eitt tíðarskeið í Føroyum, men dalaði so aftur. Dansieksperimentið er ein roynd at fáa dansin og føroyskar dansarar fram aftur í Føroyum. Vit vóru á Føroya fólkaháskúla til eina venjing hjá Dansieksperimentinum. Í hesi sending frá ár 2000 fer sjónvarpið á vitjan í Svínoy. Verturin, Ólavur Rasmussen, tosar við ymisk fólk, sum hann hittir í bygdini. Vit fara at hitta børn, sum spæla í fjøruni og støkka inn á gólvið hjá elstu konuni í bygdini, Mallu Jacobsen, sálu, eisini kallað Malla í Svínoy, sum eisini var millum elstu kvinnur í Føroyum. Ólavur Rasmussen fortelur eisini um einstakar søguligar tilburðir, sum eru farnir fram í Svínoy. Lagt til rættis Ólavur Rasmussen. Vísindasøgurnar í hesu sending eru um At gransking vísir, at tað loysir seg at verða fittur. At knívurin hjá Tutankhamun kemur úr rúmdini. At vísidini siga, at krímsjúkan er verri fyri mannin enn kvinnuna. At tað hjálpur ikki heilanum at eta nakað søtt, tá ið ein skal til roynd. At aldurin á mammuni hevur fyrimun fyri barnið. Og vit hoyra um nakrar uppfinnigar hjá NASA. Fleiri hava víst áhuga fyri at keypa flakatrolaran Sjúrðarberg hjá JFK troli í Klaksvík, og um eina viku ella so verður greitt, um trolarin verður seldur. Hann sigur, at tað eru serliga russar, sum hava víst áhuga fyri Sjúrðarbergi, men Hanus Hansen leggur dent á, at eingin sølusáttmáli er gjørdur enn, og eingin av manningini er sagdur upp. Hanus Hansen sigur, at tað er fyrst og fremst nýggja fiskivinnulógin, við uppboðssølu og menningarkvotum, sum hevur fingið reiðaríið til at gera av at selja Sjúrðarberg, tí grundarlag er ikki fyri at hava tveir trolarar. Við nýggju ásetingini fær Sjóvinnustýrið heimild til at gera eina ítøkiliga meting um, hvussu hvørt einstakt skip á bestan hátt kann lúka nýggja kravið um eldávaring. Orsøkin til hetta er, at fiskiskipini eru sera ymisk í aldri og innrætting, og tí ber ikki til at krevja ein og sama leist til øll skipini, sigur Sjóvinnustýrið. Hóast Dátueftirlitið oftari enn eina ferð hevur gjørt Løgmansskrivstovuna, sum varðar av játtan Dátueftirlitisins, greitt, at stovnurin hevur brúk fyri fleiri pengum, er játtanin tann sama sum hon var í 2011, hon er tvær milliónir krónur um árið. Og eingin ivi er um, at krøvini til eftirlitið við persónsupplýsingum verða alsamt meira herd í framtíðini, sigur Dátueftirlitið í ársfrágreiðingini. Sambært ES fyriskipanini fáa tey lond, sum hava eina triðjalandsgóðkenning, millum annað Føroyar, fyri 2022 at vita frá ES, undir hvørjum treytum tey kunnu varðveita ES góðkenningina. Í 2017 skrásetti Dátueftirlitið 217 nýggj mál, nakað færri enn í 2016. Í fjør gjørdist tó neyðugt at brúka meira tíð til stór eftirlitsmál. Dátueftirlitið tók eisini upp nøkur mál upp av egnum ávum og kannaði KT trygdina hjá stovnum og virkjum í Føroyum, millum annað Strandfaraskipum landsins, Vinnuháskúlanum, tolleftirlitinum og TAKS og Landssjúkrahúsinum. Skrivstovan hjá Mentanargrunninum er stongd til 2. august, men tað ber til at venda sær nevndarforkvinnuna, Ingun í Skrivarastovu , at fáa fleiri upplýsingar. Endamálið við skipanini um listafólkalønir er at bøta um umstøðurnar hjá yrkislistafólkum, sum í trý ár burturav arbeiða við list. Í kvøld verður konsert við bólkinum Vomit Nation í Sirkus. Hugin Brend Bech og Gunnleygur Clementsen fara at spæla noise tónleik og larma. Hoyr teir báðar greiða frá noise tónleiki og frá konsertini í kvøld. Í Danmark verða handlar, matstovur og onnur áløgd við lóg at taka ímóti reiðum peningi frá klokkan 06.00 um morgunin til klokkan 22.00 um kvøldið. Landsstýriskvinnan fer nú at vita, um politiska skipanin heldur, at bann eigur at vera fyri, at fólk, sum ikki búgva í Føroyum, keypa hús her. Ramsarkunngerðin sigur millum annað, at frá 15.apríl til og við 31.august er bannað at sigla við vatnskutarum nærri enn 500 metrar úr landi kring Nólsoy, Skúvoy, Mykinesi og Mykineshólm. Av tí at hetta er fyrsta brotið, sum poliitið veit um, er ikki greitt, hvussu stór sektin er. Politiið skrivar málið, sum so verður latið ákæruvaldinum. Vanligt er at fara í Føroya rætt, tá ein lóg ella kunngerð verður brotin fyrstu ferð fyri at vita, hvussu stór sektin eigur at verða. Hennara uppgáva er fyrst og fremst at vegleða og stimbra íverksetararnar, men eisini at brúka netverkið og soleiðis vísa á, hvussu farast kann víðari fram á leið. Málið er, at fyritøkurnar skulu blíva so væl fyri, at tær flyta út og finna egin høli og soleiðis loyva øðrum spírum inn í Hugskotið. Sjóvinnustýrið mælir frá at strika kravið um siglingarloyvi fyri skip, sum eru minni enn 500 bruttotons, tí nógv óklassað skip eru minni enn 500 BT. Tað kann vera torført at finna løggildan undirveitara til smærru bátarnar, tá hesir undirveitarar oftast fáast við størri skip, sigur Sjóvinnustýrið. Nú ber betur til hjá reiðarum, sum hava smærri før, at finna skikkað fólk ella skikkaðar fyritøkur at gera umvælingar, uttan at tey neyðturviliga eru løggildað til tess. Til dømis er stuðulin til teirra, sum taka hægri lestur ella førleikagevandi útbúgving nú 4.362 krónur,um mánaðin, 47 krónur størri enn hann var. Síðani í gjáramorgunin eru 30 nýggir skógareldar kyknaðir í Svøríki. Seinasta uppgerðin hjá SOS Alarm vísir, at í løtuni er talan um eldar á 43 ymiskum støðum. Og fleiri staðni í Svøríki er eldurin so stórur, at sløkkiliðsfólk ikki megna at sløkkja eldin. Tey kunnu bert avmarka eldin, soleiðis at hann ikki breiðir seg. Vit standa við ein veg hesumegin brennur, men tað ger tað ikki hinumegin. Hinumegin er stórur skógur, so vit gera alt fyri, at eldurin ikki sleppur sær yvirum vegin, sigur tilbúgvingarstjórin, Martin Vendelbo, við TV2 í dag. Póllandi, Eysturríki, Italia, Danmark, Litava, Týsklandi, Fraklandi og Norra hava sent útgerð og fólk at hjálpa við at sløkkja eldarnar. Eisini heimaverjan og hermenn eru boðsend at hjálpa til. Harafturat hava fleiri bóndur umbygt landbúnaðar akførini soleiðis at tey kunnu brúkast at sløkkja við. Sjóvinnustýrið hevur dagført fimm kunngerðir, tí nýggj krøv eru komin í altjóða sáttmálum, og krøv í rundskrivum frá ES og í altjóða sáttmálum skulu dagførast. Sjóvinnustýrið heldur, at sum heild er tað ein fyrimunur fyri kappingarførið hjá føroysku sjóvinnuni at strika hesi krøv. Og nøkur vórðu strikað í fjør. Tó eru einstøk serdonsk krøv, sum Sjóvinnustýrið mælir til at varðveita. Sjóvinnustýrið mælir frá at strika kravið um siglingarloyvi fyri skip, sum eru minni enn 500 bruttotons, tí nógv óklassað skip eru minni enn 500 Bruttotons. Krøvini eru linkað viðvíkjandi umvælingum á smærri bátum. Tað kann vera torført at finna løggildan undirveitara til smærru bátarnar, tá hesir undirveitarar oftast fáast við størri skip, sigur Sjóvinnustýrið. Nú ber betur til hjá reiðarum, sum hava smærri før, at finna skikkað fólk ella skikkaðar fyritøkur at gera umvælingar, uttan at tey neyðturviliga eru løggildað til tess. Eric Garcetti, sum er borgarstjóri í Los Angeles, upplýsir sambært tíðindastovuni AP, at ein kvinna varð dripin í sølumiðstøðini í gjár. Eisini sigur hann, at ein maðurin er særdur. Tað byrjaði í gjár klokkan 13.30 lokala tíð, tá maðurin fyrst skal hava skotið ommu sína og unnu sína, sum búðu í syðra parti av Los Angeles. Eftir hetta flýddi hann avstað í bili við løgregluni í hølunum á sær. Hann fór síðani inn í sølumiðstøðina, har hann tók nøkur viðskiftafólk til gísla. Løgreglan, sum elti hann, kringsetti bygningin, og maðurin varð síðani handtikin. Tað eru ymisk sløg av bananum, men tað slagið, sum vit eta mest, eitur Cavendish, og umleið 99 prosent av øllum bananum, sum verða keyptar í eitt nú Danmark eru av tí slagnum, skrivar DR.dk. Tó hava bretar nýliga funnið evnið, sum kann basa sjúkuni. Men evnið fæst bert á Madagaskar, og so er tað eisini torført at skaffa. Tað er ikki fyrstu ferð, at Panama sjúkan hevur avoytt eitt bananslag. Fram til 1950 ini vóru tvey sløg av bananum, sum flestu lond í heiminum innfluttu, men í 50 unum fingu hesi banansløgini Panama sjúkuna, og meginparturin av øllum bananum í heiminum vóru avoyddar. Tó meta serfrøðingar, at støðan nú ikki er so hættislig, tí nógvir pengar eru í banansølu, sostatt verður nógvur peningur brúktur at basa trupulleikanum. Millum annað verður nógv orka løgd í at finna evnið móti sjúkuni. Harafturat verður orka eisini løgd í at finna nýggj banansløg, sum kunnu koma í staðin fyri Cavendish bananurnar. Ákæruvaldið í Lúbeck sigur í fráboðan, at 34 ára gamli týskt iranski maðurin, sum við knívi høgdi frá hond, eru nú skuldsettur fyri fleiri drápsroyndir. 10 fólk fingu skaða, av teimum fingu trý álvarsligan skaða. Tað var fríggjadagin, at 34 ára gamli maðurin við leyp á fólk, sum sótu í einum býbussi í týska býnum Lúbeck. Bussurin var fullur av fólki, sum skuldu til Travemúnde. Fólk í bussinum hava greitt frá, at eitt av ferðafólkunum tók ein knív úr tasku síni og leyp síðani á fólkini í bussinum við knívinum. Ákærin, Ulla Hingst, sigur, at enn er ógreitt, hví maðurin leyp á, skrivar SVT. Men tað er nú greitt, at hendingin hevur ikki sambandi við yvirgang. Týska sjónvarpið, Spiegel TV, hevur tosað við pápa handtikna mannin, og sambært honum er 34 ára gamli sonurin sálarliga sjúkur, skrivar svt. Drongurin var staddur í eini handilsmiðstøð í Worcester í Bretlandi seinnapartin í gjár, og álopið var málrættað móti dronginum, skrivar bbc.com. Hetta er skelkur fyri fólkið, sum býr í økinum, og vit skulu vissa tykkum um, at vit gera alt fyri at fáa fatur á teimum seku, segði Mark Travis, løgreglu kommisserur. Hann er sannførdur um, at álopið er framt við vilja, og er ikki eitt óhapp. Orsøkin til álopið er ikki greið enn, sigur løgreglan. Bretska løgreglan hevur almannakunngjørt upptøkur frá vakmyndatólum av trimum monnum, sum eru undir illgruna fyri at hava fram álopið. Í sjónvarpaðari talu í dag ávarar Rouhani USA um, at møguliga verður Hormuz sundið stongt, um USA heldur fram at spæla við halan hjá leyvuni , sum Rouhani málber seg. Hetta er aftursvar til USA, sum hevur hótt við at revsa lond, sum ikki innan 4. november gevast at keypa olju frá Iran. Donald Trump, forseti, boðaði áttanda mai í ár frá, at USA fer úr kjarnorkuavtaluni, og at landið aftur fer at seta í verk tiltøk móti Iran. Ger Rouhani álvara av álvarsligu hóttanini, kunnu fleiri lond ikki flyta olju gjøgnum Hormuz sundið í Persiska flógvanum. Góð 20 prosent av heimins olju verða hvønn dag flutt gjøgnum sundið. Russland, Kina, Bretland, Frakland og Týskland samdust fyri tveimum vikum síðani at hjálpa Iran halda gongd í olju og gass útflutninginum. Í vón um at bjarga kjarnorku avtaluni, tosaðu uttanríkisráðharrarnir um at forða vinnulívinum í at ógilda gjørdar avtalur í Iran sum avleiðing av møguligum tiltøkum frá USA. Tú meldar kríggj, fyri síðani at siga, at tú stuðlar iranska fólkinum. Tú kanst ikki venda iranska fólkið móti sínum egnu áhugamálum, segði Rouhani. 130 stríðsflogfør, 70 hernaðarfør og 10.000 akfør verða partur av venjingini, og fyrstu herfólkini koma til Noregs longu í august. Jørn Schjeldrup, deildarleiðari í løgregluumsitingini, sigur við NRK, at hetta er lægsta tilbúgvingarstigið, sum er í Noregi, og tað snýr seg um at vera meira á varðhaldi. Vit hava ikki økt hóttanarstig í Noregi, men sum meginreglu kunnu vit siga, at so stór venjing fer at vekja áhuga hjá eitt nú fregnartænastum í øðrum londum, sigur Schjeldrup. Stjórin fyri norsku trygdartænastuni, PST, Trond Hugubakken, sigur við NRK, at fregnartænastur brúka ymiskar mátar at skaffa sær upplýsingar. Tað kann alt vera frá at hava persónar, sum hava eyga við økjunum, har venjingar eru, til at tiltuska sær upplýsingar við at at brúka ymiskt tøkni. Norska verjan hevur fyrr skrivað, at venjingin snýr seg millum annað um at royna nýggjar skipanir, og tað hevur helst áhuga hjá útlendskum fregnartænastum. Tú skalt ongantíð, ongantíð aftur hótta USA aftur, annars fær tað avleiðingar, sum eingin í søguni nakrantíð hevur merkt áður. Vit eru ikki eitt land, sum finnur seg í tínum svøku orðum um harðskap og deyða. Ansa tær. Hetta skrivar Trump í aftursvari til Hassan Rouhani, sum í gjár ávaraði amerikanska uttanríkisráðharran, Mike Pompeo, um, at møguliga verður Hormuz sundið stongt, um USA heldur fram at spæla við halana hjá leyvuni . Fáar tímar eftir, skýrdi amerikanski uttanríkisráðharrin, Mike Pompeo, átrúnaðarligu leiðararnar í Iran fyri at vera tví skinnaðir heilagir menn , sum leggja risastór ríkidømi undir seg, sum iranski staturin eigur, og samstundis lata teir fólkið líða. Og ovasti andaligi leiðarin í Iran, Ayatolla Ali Khamanei, hevur ein ólógligan trygdargrunn, sum er verdur 95 milliardir dollarar. Muturstigið millum leiðararnar í landinum vísir, at Iran verður stýrt av nøkrum, sum meira minnir um mafia enn um eina stjórn, segði Pompeo. Tað segði hann við áhoyrarar, meginparturin amerikanarar av iranskum uppruna, sum vórðu møtt í forsetabókasavninum hjá Ronaldi Reagan í Simi Valley í Kalifornia. Pompeo segði, sambært Reuters, at farsi rásin skal koyra í 24 tímar í sjónvarpi, útvarpi og á sosialum miðlum, og at iranar í Iran og kring allan heim kunnu hoyra hana. Hóast Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, stuðlar føroyska ynskinum um viðurkenning frá altjóða olympisku nevndini, hevur nevndin higartil ikki viljað góðkent Føroyar, tí limalondini skulu vera sjálvstøðug lond og góðkend sum slík í ST. Lars Løkke Rasmussen heldur tó, at tað er nátúrligt, at Føroyar fáa limaskap eins og onnur lond, sum eru í somu støðu sum Føroyar, skrivar Ritzau, sum hevur fingið tíðindabræv frá ÍSF. Í 2006 royndi Brian Mikklelsen, sum tá var mentamálaráðharri, at fáa Føroyum og Grønlandi loyvi til at vera við í olympisku leikunum undir egnum flaggi. Eisini gerningsmaðurin er deyður. Sambært keldu innan løgregluna, skeyt maðurin eftir løgregluni og tók síðani seg sjálvan av døgum. Alsamt fleiri útlendingar vilja keypa hús í Føroyum, og eingin lóg forðar útlendingum at keypa ognir í Føroyum. Sambært Anniku Olsen, borgarstjóra í Havn, er hetta tó ein trupulleiki. Tað eru fyrst og fremst tey fólkini, sum búgva her í Føroyum, sum skulu hava tak yvir høvdið, staðfestir Annika Olsen, borgarstjóri í Havn. Vit mugu fáa eina lóggávu skjótast gjørligt, har man tekur hendan spurningin í størsta álvara. Man kann síggja fyri sær, at útlendingar kunnu keypa kanska fleiri bygdir í framtíðini, sigur hon. Áhugin hjá útlendingum at keypa hús í Føroyum er vaksandi. Tað siga bæði Kára á Dunga, stjóri í Betri Heimi, og Petur Mohr Niclasen, stjóri í Skyn. Sjálv hevur hon sum borgarstjóri ikki so víðfevndar heimildir á økinum, sigur hon, og tí heitir hon á landspolitikarar at taka málið upp sum skjótast. Ein fyrireikingarbólkur á Fróðskaparsetrinum hevur arbeitt við hugsjónarliga grundarlagnum undir útbúgvingini í eina tíð. Mentamálaráðið góðkendi útbúgvingina í 2016. Festivalurin fer at enda við eini drag sýning, og nú leitar Siri Sørensen, samskipari, eftir føroyskum drag queens at luttaka til sýningina. Fyri ikki at gera mun á frystum og feskum fiski, eru nú eisini gjørdar neyvar reglur um frystan fisk, sigur Jóhan Simonsen, deildarstjóri á Vørn. Menninir, sum víðgirdu seg á triðju hædd við fleiri gíslum, vórðu skotnir til deyðis eftir tímalangan skotbardaga við stjórnardeildir. Tað var um áttatíðina í morgun, at menninir skutu eftir vaktarfólkum og sluppu inn í bygningin. Har skutu teir frá hon úr einum vindeyga á triðju hædd. Menninir róptu Allahu Akbar Allah er størri tá teir stjólu vápnini frá vaktarfólkunum, sum høvdu fingið skaða, sigur talsmaður fyri kurdiska sjálvstýrið. Um 11 tíðina hoyrdust fleiri harðar spreingingar, og sambært løgregluni kann tað hava verið álopsmenninir, sum sprongdu bumbuvestar sínar. Enn hevur eingin tikið ábyrgd av yvirgangsatsóknini, men illgruni er um, at víðgongdi yvirgangsfelagsskapurin, IS, sum hevur framt fleiri yvirgangsálop móti kurdiska sjálvstýrinum, eisini kann hava framt álopið í morgun. Poul Michelsen sigur, at sjálvandi noyðist Jarðfeingi at laga seg eftir umstøðunum, og tað hevur stovnurin longu gjørt, hevur landsstýrismaðurin skilt. Jarðfeingi metir høvuðsorsøkina til lítla áhugan vera, at oljuvinnan ikki er komin í gongd við leitivirksemi aftur eftir kreppuna í vinnuni, sum kom í kjalarvørrinum á stóra prísfallinum á olju í 2014. Jarðfeingi arbeiðir nú við sokallaðari open door skipan. Tað vil siga, at oljufeløg kunnu søkja um at leita, tá tey hava hug til tess og brúk fyri tí. Forsorgarlógin, sum er ein hornasteinur í føroyskari vælferð og føroyskum sosialpolitikki, er upprunaliga ein donsk lóg frá 1960 unum, og hóast hon er dagførd og pjøssað upp á í fleiri umførum, er forsorgarlógin ikki í nóg stóran mun eitt hóskandi amboð í einum framkomnum føroyskum samfelagi, sigur Almannamálaráðið í tíðindaskrivi. Hoyringarfreistin er 14. september, og ætlanin er, at vælferðarlógin skal leggjast fyri Løgtingið seinni í ár, sæst í tíðindaskrivnum frá Almannamálaráðnum. Eitt opið føroyskt hav kundi verið við til at ment hendan partin av flotanum, sigur NUMO, skilt á tann hátt, at møguligt kundi verið at útvega sær veiðiloyvi, sum hóska til hendan fiskiskapin á øllum teimum økjum, sum landið hevur ræðið á fiskirættindum. Skulu línuskipini noyðast at útvega sær veiðirættindi á uppboðssølu, eru tey, sum eru á ísfiskaveiðu, ikki fíggjarliga væl fyri at standa seg í kappingini, sigur NUMO. Frystilínuskipini eru betur fyri. Sum støðan er vorðin í vinnuni, hava vit hava ongar aðrar ætlanir og kunnu bara staðfesta, at vinnulóggávan forðar fyri at virksemið hjá JFK kann vaksa og mennast, sigur reiðarin í JFK, Hanus Hansen. Í Suðurkorea er eisini heitt. Í morgun var hitin í býnum Gangneung 31 hitastig, tá tað var kaldast. Í høvuðsstaðnum Seoul fer hitin ikki undir 29 stig. Tað er metingin hjá Tórshavnar kommunu, sæst í bústaðarpolitikkinum fyri kommununa, sum varð samtyktur 20. juni, og sum nú liggur á heimasíðuni hjá kommununi. Fyri 15 árum síðani var bústaðarbýtið ógvuliga eintáttað í Tórshavnar kommunu. Samlaða talið á búeindum var umleið 5.500, og lutfallið var 95 sethús og 5 íbúðir. Kommunan hevur gjørt eina kanning, ið lýsir tørvin á bústøðum at leiga. Kanningin vísir, at nógv tey flestu vilja eiga egnan bústað og búgva í honum. Tá 2019 kemur, fara vit at hava 45 minni av kvotum í Barentshavinum, enn vit høvdu fyri tveimum árum síðani. So er ikki pláss at hava tvey skip í Barentshavinum, sigur Hanus Hansen, reiðari, vera millum orsøkirnar til, at Sjúrðarberg er seldur. Hans Andrias Kelduberg, stjóri í Thor í Hósvík, sigur, at Phønix var á veg út við einum áhugaðum keypara, tá teir bóru við grynnuna í Hósvík. Vit undirmettu flóðina og sigldu á grynnuna, men við lítlari ferð, sigur Hans Andrias Kelduberg. Vit snaraðu runt inn yvir grynnuna, so vórðu vit leysir aftur. Skipið fekk ongan skaða, sigur Hans Andrias Keldurberg. Í Kili og Suðurafrika er áhugi fyri at keypa Phønix, og tað var júst ein av hesum keyparunum, sum var við í gjárkvøldið, tá Phønix bar við grynnuna, sigur Hans Andrias Kelduberg, stjóri í Thor. Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, hevur broytt kunngerðina um, hvat ferðandi kunnu flyta inn tollfrítt og avgjaldsfrítt til Føroya. Nú kunnu fólk í staðin fyri tað, sum longu er galdandi, hava við sær tíggju litrar av øli ella cider ella 2,25 litrar av heitvíni og tveir litrar av øli ella cider ella 4,5 litrar av borðvíni og tveir litrar av øli ella cider . Frá 1. august kostar 20 túrahald til persónbil 400 krónur, 40 túrahald ber til keypa fyri 800 krónur og 200 túrar fyri 4.000 krónur. Økist ferðslan tað sama í seinna hálvári sum í fyrra hálvárinum, vænta feløgini, at tað fer at kosta okkurt um eina millión krónur at lækka prísirnar. Í samband við kjakið, sum hevur stungið seg upp um møguleikan hjá útlendingum at keypa ognir í Føroyum, skrivar Útoyggjafelagið, at treytir eiga at verða settar teimum, sum eiga hús í Føroyum. Eitt nú heil ella partvís bústaðarskylda ella gjald til tey, sum eiga hús, um tey ikki vilja leiga út, sigur Útoyggjafelagið í almennum skrivi. Í 20 ár hava vit heitt á myndugleikarnar um at tryggja atgongd til bústaðir á útoyggj, soleiðis at næsta ættarlið og onnur hava møguleikan at seta búgv har, um tey vilja tað. Krøvini hjá bankunum til eginpening og trygd til íløgur á útoyggj eru so stór, at útoyggjafólk og ungfólk sjáldan klára at liva upp til hetta. Hesar umstøður stuðla ikki undir fjølbroyttari búseting og eru ikki við til at menna útjaðaran í Føroyum, skrivar Útoyggjafelagið. Felagið óttast, at vaksandi eftirspurningurin frá útlendingum eftir húsum á útoyggj og í útjaðaranum fer at trýsta prísin uppeftir, og á tann hátt skumpa tey við tilknýti til bygdina longur burtur í røðini til ein bústað. Sum er, noyðast føroysk ítróttafólk at luttaka á Olympsiku Leikunum undir donskum flaggi. Tveir føroyingar hava higartil tikið lut í OL. Katrin Olsen í rógving í 2008 og Pál Joensen í svimjing í 2012 og 2016. Ítróttasamband Føroya fekk í síðstu viku stuðulsbræv frá Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharra, har hann ger greitt, at Danmark stuðlar Føroyum í stríðnum fyri at gerast sjálvstøðugt limaland í IOC. Fyrr í vikuni upplýsti stóra, føroyska byggifyritøkan Articon, at tað er trupult at fáa føroyskar handverkarar. Tí hevur Articon í løtuni 70 útlendingar í starvi. Hesin føroyski arbeiðshópurin í útisetu hevur rætt til at fáa 120.000 krónur í fráfrátti í part. Tað kundi tí bent á, at skattafrádrátturin beinleiðis eggjar føroyingum at arbeiða uttanlands, samstundis sum okkum tørvar handverkarar í Føroyum. Heilt yvirksipað kann tað sigast, at sjálvandi hevði tað verið ein meira rættvís skattaskipan, um øll, sum búðu í Føroyum og brúktu vælferðartænasturnar í Føroyum, rindaðu sama skatt, sigur hon. Hinvegin er tað av søguligum orsøkum, at vit hava ymsar serstakar skipanir, og tað hevði eisini verið løgið, um vit tóku hesar skipanir burtur uttan at sett nakað annað í staðin, sigur fíggjarmálaráðharrin. Tá arbeiðsloysið er so lágt, sum tað er nú, so gevur tað kanska ikki líka nógva meining at fáa ein skattligan fyrimun við at arbeiða uttanlands, sigur Kristina Háfoss og leggur afturat, at tað er fleiri borgarar í dag, sum gjalda eftir serstakari skattaskipanin. Í 2016 mælti danski tjóðbankin til, at strika frádra ttin til tey, sum arbeiða uttanlands. Kristina Háfoss, landstýriskvinna í fíggjarmálum, segði tá, at hon fór at lata skattanevndina kanna málið nærri og síðani koma við tilmælum. Men Kristina Háfoss dugir ikki at siga, um hon fer at gera eftir tilmælinum frá danska tjóðbankanum og skattanevndini. Hon vil fyrst hava eina politiska viðgerð av málinum. Tilmælini frá skattanevndini eru til politiska viðgerð í løtuni, og har eru nógvir ymsir tættir at viðgera. Tað verður viðgjørt sum ein heild, og tí er tað ov tíðliga at siga, júst hvat verður broytt og ikki. Tað veldst um, hvat politisk undirtøka fæst fyri, sigur landstýriskvinnan í fíggjarmálum. Tað er eitt ávaringartekin, tá ið ein kendur fótbóltsleikari kennir seg sum offur fyri rasismu. Tað sigur týski løgmálaráðharrin, Katarina Barley, eftir at týski fótbóltsleikarin Mesut zil hevur boðað frá, at hann ikki ætlar at spæla við týska landsliðnum aftur. Mesut zil skrivar á Twitter, at hann kennir seg illa viðfarnan av týska fótbóltssambandinum millum annað orsaka av vánaliga úrslitinum hjá týska landsliðnum í HM endakappingini. Tað vakti ans, tá ið zil, saman við einum øðrum týskum fótbóltsleikara við turkiskum uppruna, hitti turkiska forsetan Recep Erdogan í London undan turkiska forsetavalinum. Fundurin millum turkiska forsetan og fótbóltsleikararnar varð fyri nógvum atfinningum, millum annað frá týskum politikarum og týska fótbóltssambandinum. Forsetin í týska fótbóltssambandinum, Reinhard Grindel, ákærdi leikararnar fyri at lata seg misnýta til politiskan fyrimun fyri Erdogan. Eg verið sæddur sum týskari, tá ið vit vinna, og sum turkur, tá ið vit tapa. Liðfelagar mínir við polskum uppruna fáa ikki somu viðferð. Er tað tí, at eg havi turkiskan uppruna Tí eg eri muslimur Rasisma kann ongantíð góðtakast, skrivar hann. Sambært Katarinu Barley, løgmálaráðharra, er tað ein álvarslig støða, tá ið ein, sum hevur klárað seg so væl sum zil, kennir seg óynsktan í Týsklandi og ikki kennir seg umboðaðan av politisku skipanini ella týska fótbóltssambandinum. Ein stór klassing, sum er fyri framman, tilmælið frá ICES um mest loyvda fiskiskapin eftir toski og hýsu næsta ár og kvotur í staðin fyri fiskidagar í 2019 gera, at línuskipið Sigmund verður lagt tann 1. oktober. Partafelagið Framherji í Fuglafirði eigur felagið Regn, sum hevur línuskipini Stapan og Skøruna, og Eysturoy, sum eigur Eysturoying, Mascot og Sigmund. Kvoturnar, sum reiðariini fáa næsta ár, eru ikki nóg stórar til trý skip, sigur Anfinnur Olsen, eigari, og tí verður Sigmund lagdur. Reiðariið hjá frystilínuskipinum Kambi hevur spurt Fiskimálaráðið, hvussu nógvan tosk og hvussu nógva hýsu, skipið kann fiska í 2019. Tað er sera umráðandi fyri okkum, at vit vita, hvussu stór eginkvotan hjá Kambi verður í 2019, so vit kunna leggja fiskiárið til rættis, sigur reiðaríið í brævi til Fiskimálaráðið. Men av tí, at heildarkvoturnar ikki er ásettar enn, ber ikki til at siga, hvussu nógv hvørt felag fær næsta ár, sigur Fiskimálaráðið. Byrgingin stendur í ger, og fimm milliónir rúmmetrar av vatni floymdu yvir seks bygdir í økinum. Sløk 7.000 fólk hava mist hús og heim. Sambært eigaranum skrædnaði byrgingin orsakað av grimdarregni, sum hevur varað í langa tíð og fylt byrgingina við ov nógvum vatni. Umhvørvisfelagsskapar finnast eitt nú at stóru ætlanunum, tí vatnorkuverkini ávirka runtumliggjandi gróðurin og dýraríkið, sum lokalu samfeløgini eru bundin av. Sambært BBC, so tóktist, at einhvør løgur varð sprændur á súkklarnir, og eisini vóru hoyballur blakaðar á vegin, beint áðrenn súkklararnir skuldu fara framvið. Myndir vísa, at løgreglan nýtti sprei móti mótmælisfólkunum, og tað er kanska hetta, ið eisini er komið á súkklararnar, sigur BBC. Vandi fyri hitasjúkum er størri enn vanligt, skrivar veðurstovan og mælir fólki til at drekka nógv vatn, halda seg í skugganum og brúka luftskiftisskipan, sonevnda aircondition. Í 2020 verða summar olympisku leikirnir í Tokyo, og stúrt verður fyri, hvussu myndugleikarnir fara at loysa trupulleikan, um hitabylgja verður, skrivar týska tíðindastovan, DW. Miðalhitin fyri land og havyvirflatuna í heiminum fyrstu tríggjar mánaðirnar í 2018 er eisini roknaður til at vera sætt hægsti síðani slíkar skrásetingar byrjaðu í 1880. Dan Mitchell, veðurlagsgranskari við lærda háskúlan í Bristol í Bretlandi, sigur við The Guardian, at hitabylgjur, sum vit uppliva á norðaru hálvkúlu, ikki bara eru orsakaðar av veðurlagsbroytingunum. Ótrúlig hitamet eru sett seinastu vikurnar. Kortini skulu vit ikki yvirtulka ávirkanina av veðurlagsbroytingunum, tí tað er greitt, at eisini onnur viðurskifti hava sína ávirkan, sigur Mitchell. Jettstreymurin, sum vit uppliva nú, er ótrúliga veikur, og tað ber millum annað við sær, at øki við hátrýsti verða verðandi í langa tíð yvir sama staði, sigur Mitchell við The Guardian. Tað er ein stórur trupulleiki, at allar útoyggjar ikki eru fevndar av somu reglugerð, sum ramsarøkini eru, tí fuglurin er eisini hóttur har. Tað sigur Olga Biskupstø, samskipari í útoyggjafelagnum. Um vikuskiftið blivu 8 vatnskutarar tiknir fyri at sigla í víkini í Nólsoy, sum er ramsarøki. Ramsarkunngerðin sigur millum annað, at frá 15. apríl til og við 31. august er bannað at sigla við vatnskutarum nærri enn 500 metrar úr landi kring Nólsoy, Skúvoy, Mykinesi og Mykineshólm, sum eru Ramsaroyggjar. Men trupulleikin er eisini stórur aðrastaðni í Føroyum, og tað er ein trupulleiki, at kunngerðin ikki fevnir um allar útoyggjar, sigur Olga Biskupstø. Heilt ítøkiliga mælir útoyggjafelagið til, at allar útoyggjar verða fevndar av somu reglugerð, sum ramsarøkini eru. Í núverandi løtu eru tað bara Mykines, Skúvoy og Nólsoy, sum eru ramsarøki. Olga Biskupstø sigur, at sjálv ramsarskipanin er dýr, og tí er hon ikki so áhugað í, at allar útoyggjar vera ramsar øki. Men hon heldur, at sama kunngerðin, sum er galdandi fyri ramsarøki, eisini burdi verið galdandi fyri allar útoyggjar, tí fuglurin eisini er hóttur har. Meira enn 300 sløkkiliðsfólk royna at fáa tamarhald á eldinum, men tað er ikki eydnast enn, og Grikkaland hevur biðið umheimin um hjálp. Tey hølini vórðu við árunum vorðin tronglig, og tá gamli Realskúlin var lýstur til sølu, varð avgjørt at keypa og flyta niðan á Vaglið. Sambært Hanusi Hansen er fiskivinnunýskipanin ein av høvuðsorsøkunum til søluna, sum ikki var aktuel, áðrenn fiskivinnunýskipanin byrjaði at taka skap. Nú svarar løgmaður aftur. Aksel V. Johannesen, løgmaður, sigur í tíðindaskrivi Tað harmar meg almikið, at manningin á Sjúrðabergi hevur mist arbeiðið. Tíbetur er nógv virksemi í landinum, og tað er mín vón, og eg ivist onga løtu í, at hesi røsku starvsfólkini skjótast møguligt fáa annan kjans. Men lat tað vera greitt, at fiskivinnunýskipanin ikki kann vera orsøkin til, at Hanus kennir seg noyddan at selja, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður í tíðindaskrivi, og vísir á, at í fjør var føroyska kvotan í Barentshavinum á leið 30.000 tons, og at tað er methøgt. Grindin varð funnin úti við Strond, og hon ferðaðist øgiliga skjótt suðureftir. Tá fyrstu bátarnir funnu hana, var hon longu komin til Glyvursnes. Tað gekk tó heilt skjótt at fáa grindina inn. Ferðslan økist støðugt í undirsjóvatunlunum og hevur so við, at tunnilsfelagið hevur ráð at lækka prísin á tunnilsgjaldinum. Tó er tað komið hartil, at prísurin ikki kann lækka nógv meira, sigur Uni Danielsen, stjóri í tunnilsfelagnum. Fyrsta hálvár í ár koyrdu í miðal 2.354 bilar um dagin gjøgnum Vágatunnilin og 3224 bilar í miðal gjøgnum Norðoyatunnilin. Tað er ein vøkstur upp á gott 120 bilar um dagin í Vágatunnlinum og 225 bilar í Norðoyatunnlinum. Tað vísa hagtøl hjá tunnilsfelagnum. Tann vøksturin er í tráð við gongdina, sum hevur verið í tunlunum, síðan teir lótu upp. So at siga hvørt ár hevur talan verið um vøkstur í ferðsluni í undirsjóvartunlunum. Sambært Una Danielsen, stjóra í tunnilsfelagnum, so sæst økingin í ferðsluni fyrst og fremst aftur í privatbilunum, meðan ferðslan av størru akførunum liggur støðug. Tunnilsfelagið skrásetir bert akfør, ið koyra úr annaðhvørt Vágum ella Norðoyggjum. Tí kunnu hagtølini ikki staðfesta neyvt, hvussu ferðslan er báðar vegir. Tað eru ábendingar um, at tað er ferðing til og frá arbeiði, ið er mesta ferðslan, tí tað er serliga um morgunin, at nógv ferðsla er. Tunnilsfelagið fer frá 1. august at lækka prísin fyri túrahaldið niður á tjúgu krónur fyri túrin. Støðugt vaksandi ferðslan hevur øktar inntøkur við sær, og tí hevur felagið kunnað lækka prísin ár undan ári. Hóast felagið ikki hevur sum endamál at vinna pening, so er eingin loyna, at felagið hevur tørv á pengum til eitt nú at halda tunlarnar við líka. Tí er ivasamt, hvussu nógv prísurin fer at lækka framyvir. Ung evnarík fólk leita sær ofta uttanlands, tá talan er um, at nema sær útbúgving í listarligum arbeiði. Men nú verður hetta ikki neyðugt. Fróðskaparsetrið fer komandi ár at taka fyrstu studentarnir inn á nýggju útbúgvingina í listarligum arbeiði. Útbúgvingin verður helvt um helvt ástøðilig og verklig. Lærarar verða føroyskir granskarar, útlendskir gestalærarar og føroysk og útlendsk listafólk. Nýggja listaútbúgvingin á Fróðskaparsetrinum hevur eina serliga játtan, og verður tí ikki ávirkað av, at Setrið skal spara, sigur Bergur Djurhuus Hansen,sum er ein av samskiparunum av útbúgvingini. Ætlanin við útbúgvingini er, at listafólk skulu verða meiri tilvitaði um listina, tey gera, sigur Bergur Djurhuus Hansen, samskipari. Hetta mattilboðið er vorðið alsamt betri umtókt í heimsins stórbýum, og nú er líkt til, at street food mentanin eisini er um at fáa fótin fyri seg í Føroyum. Eitt barn varð ættleitt til Føroya úr útlandinum í fjør, og tríggjar ættleiðingar vóru av fosturbørnum, sæst í ársfrágreiðingini hjá ríkisumboðnum. Í 46 av førunum vóru hjúnini separerað, áðrenn tey vórðu skild. Í sjey førum var talan um ótrúskap, og í tveimum førum høvdu hjúnini ikki búð saman í tvey ár, sæst í ársfrágreiðingini hjá ríkisumboðnum. Tá mánin, allur sum hann er, verður í skugganum av jørðini, er hann reyður og verður tá kallaður blóðmáni. Hetta verður eisini kallað full mánamyrking. Tað einasta, sum nú er eftir at gera, er ein brúgv um Ósánna. Hon verður gjørd eftir Summarfestivalin, sum verður um góðar tvær vikur. Íslendska náttúruverndarfelagið sigur á heimasíðuni Fiskifr ttir.is, at skaðin hevði verið øgiligur, um Rotterdam, sum var í trimum havnum í Íslandi fyri stuttum, sigldi á land ella stoytti saman við annað skip, tí at kalla ógjørligt er at fáa tungolju úr sjónum. Ísland hevur formansskapin í Arktiska ráðnum í 2019. Júst tað ráðið sigur, at eitt stórt dálkingaróhapp er størsta hóttanin móti øllum lívi á norðurpólsleiðini. Og sambært eini fyriskipan frá IMO verður tungolja við høgum svávulinnihaldi bannað at nýta á heimsins høvum í 2020. Føroyar eru limur í IMO, og tí mugu vit fyglja teirra ásetingum og fyriskipanum. Ein spronging uttanfyri einum valhøli í býnum Quetta hevur kravt í minsta lagi 25 mannalív, og fleiri hava fingið skaða, sambært AP tíðindastovuni. Fleiri enn 800.000 løgreglufólk og herfólk eru til arbeiðis við tey meira enn 85.000 valhølini í landinum fyri at tryggja, at alt gongur friðarliga fyri seg. Flokkarnir, ið verða mettir at hava bestu møguleikarnar, eru Pakistan Tehreek e Insaf við fyrrverðandi kriketstjórnuni Imran Khan á odda og so flokkurin hjá fyrrverðandi forsætisráðharrainum Nawaz Sharifs. Flokkurin PPP hjá Bilawal Bhutto Zardari verður sambært veljarakanningum triðstørsti flokkur. Bilawal Bhutto Zardari er sonur fyrrverðandi forsætisráðharran í Pakistan, Benazir Bhutto, sum varð myrd í 2007. Í fjør fekk navnanevdin 123 umsóknir frá foreldrum, ið fegin vildu doypa barnið annað navn enn tað, sum stendur á navnalistanum. Tær flestu umsóknirnar vóru um ættaruppkalling, meðan tað eisini vóru umsóknir um nýggj nøvn, ið ikki eru nýtt í Føroyum áður. Tá tað var farið av, sum skuldi til hjálparfólk, sýslumannin, grindaformenn, Tórshavnar Havn, ellisheim og annað, vóru 184 skinn at býta millum tey 743, ið høvduð boðað frá, at tey høvdu tikið lut í drápinum. Tey fingu so 0,2 skinn í part, sigur Finnbogi Midjord, sýslumaður. Eitt skinn er 25 kilo av spiki og 50 kilo av tvøsti. Tað vil siga, at tey hava fingið 5 kilo av spiki og 10 kilo av tvøsti í drápsparti. Sambært grindareglugerðini, so fær bátur, sum finnur grind og fylgir henni til grindaboð eru givin, og til aðrir bátar koma til grindina, finningarfiskin. Fyri vaktarhald verður um dagin latið 1 2 skinn til hvønn bátin, sum nýttur verður, og 1 2 skinn til hvønn mannin, og fyri vaktarhald um náttina 1 skinn til hvønn. Um tú býrt í Nólsoy, Mykinesi ella úti í Skúvoy, ja, so hevur tú ikki loyvið at hava vatnskutara. Tú hevur loyvið at eiga ein vatnskutara, men hann kann ikki parkerast í tíni heimbygd. Í henni stendur, at frá 15. apríl til 31. august er bannað at sigla við vatnskutara nærri enn 500 metrar úr landi kring Nólsoy, Skúvoy, Mykinesi og Mykineshólmi. Men hon sigur, at kunngerðin er smíðað í samráð við borgararnar, sum búgva á ramsaroyggjum. Harafturat mugu fólk, sum búgva og ferðast á ramsarøkjum taka serlig atlit, sigur hon. Fyri tveimum árum síðani fekk ein ær hjá Olafi Davidsen, bónda, í Æðuvík, eitt blint lamb. Hóast mamman stoytti tað frá sær, hevur tað við hjálp frá húsfólkunum, klárað seg væl. Dóttir Olaf, Harriet Olafsdóttir av Gørðum, greiddi í útvarpinum í morgun frá, at ærin í dag klárar seg væl, og við hjálp frá lambi sínum ferðast úti uttan stórvegis trupuleikar. Spanski ráðharrin í javnstøðumálum sigur í sama viðfangi, at eitt ja merkir ja, eitt nei merkir nei, og ikki at siga ja, merkir eisini nei. Tá vórðu fimm menn dømdir fyri kynsliga at hava misnýtt eina 18 ára gamla kvinnu, men ikki fyri neyðtøku. Í verjurøðu síni søgdu mennnir, at kvinnan hevði latið ein av monnunum kyssa hana innan sjálva neyðtøkuna. Verjin hjá monnunum vísti eisini sjónbandaupptøku, sum menninir høvdu tikið av misnýtlsuni. Á sjónbandinum sæst kvinnan blunda og liggja pinna still. Slík lóggáva er longu í Týsklandi, sum herdi seksuallóggávuna longu í 2016. Eisini finst lóggávan í Svøríki, sum herdi lógirnar í byrjanini av hesum mánaðinum. Henda lóggávan hevði merkt, at teir fimm minninir, sum vórðu handtiknir fyri at hava neyðtikið eina 18 ára gamla kvinnu, høvdu verið dømdir fyri neyðtøku og ikki eftir linu lógini um kynsliga misnýtslu. Global Witness siga í nýggjari frágreiðing, at flestu drápini hava samband við størri landsbúnaðarverkætlanir. Fólk verða dripin, tí tey royna av verja, at óspilt náttúra verður broytt til landbúnaðarøkið til at dyrka kaffi og pálmaolju. Í 53 førum hevur felagsskapurin prógv fyri, at herurin ella løgreglan høvdu ábyrgdina av morðunum, og myndugleikarnir kunnu hava samband við fleiri dráp, hóast brotsmenn og familjur eru dømd fyri drápini. Umframt at berjast fyri umhvørvi, verða hesi fólkini eisini hótt, handtikin, kynsligur ágangur verður framdur móti teimum og ágangur á internetinum. Global Witness felagsskapurin finst at stjórnini í Brasil og sigur, at myndugleikarnir arbeiða í tí dulda, og umhvørvislóggáva og reglugerðir eru alt ov linar, og tað gagnar stóru landbúnaðarfyritøkunum. Dánial Gram Høgnesen hevur bíðað í fimm ár, men nú er dreymurin blivin veruleiki. Dánial Gram Høgnesen hevur búð í egnum, vardum bústaði í tríggjar vikur. Vit vitja Dánial í nýggju íbúðini, har hann greiðir frá, hvussu tilveran er broytt, eftir hann fekk egnan bústað. Í løtuni hevur hann summarferiu, men annars hevur hann nógv at taka til. Hann arbeiðir í køkinum á verkstaðnum Vón á Argjum. Harafturat dámar honum væl at spæla tónleik og undirhalda. Dánial Gram Høgnesen hevur í stríðnum um rættindi til egnan bústað verið røddin hjá teimum, ið hava serligan tørv. Hann er formaður í felagnum Spyr meg , undirfelagið hjá Javna, har tey, ið hava menningartarn sleppa til orðanna. Hann er sjálvur avgjørdur. Kristni boðskapurin skal boðast, har fólkið er. Og kanska serliga har, ið møguleiki er fyri at fáa nýggj fólk til frelsu. Men spurningurin er størri enn bara eitt svar. Tí hann setir hol á eitt eymt evni millum trúgvandi um, hvar markið gongur millum tað andaliga og verðsliga. EIn balansugongd, sum søguliga hevur flutt seg støðugt nakað sum fólk vilja kalla eina glíðubreyt. Eyðun Jacobsen sær ongan trupuleika í, at trúgvandi fara í biograf ella ganga í náttárlívinum um vikuskiftið so leingi tey eru ílatin trúgvandi frakkanum. Familju og arvarættur verður alment yvirtikin á Ólavssøku. Føroyingar yvirtaka persónsrætt, húsfólkarætt og arvarætt ólavsøkudag, so sum samveru, barnapengar, hjúnaskilnað og separatión, verjumál og ættleiðing. Higartil hevur verið talan um danskt málsøki, og Ríkisumboðið hevur umsitið tað, men á Ólavssøku verður tað føroyskt, og tá flytir umsitingin frá Ríkisumboðnum til Familjufyrisitingina, sum fer at halda til á Bryggjubakka 27 í Havn. Yvirtøkan ger, at fólk, sum til dømis ætla sær at skiljast, søkja um barnapengar ella ættleiða barn, nú skulu venda sær til Familjufyrisitingina í staðin fyri til Ríkisumboðið. Leitingin bæði á sjógvi og landi er hildin uppat, eftir at ein persónbilur varð funnin á sjónum undir gamla leirvíksvegnum í gjár. Einki fólk er saknað, so hildið verður fyri vist, at bilurin var tómur, tá hann fór á sjógv, 200 metrar norðan fyri nýggja húsið hjá SEV við leirvíksvegin. Tað var stutt fyri middagssleitið í gjár, at løgreglan fekk boð frá fjallfólki í Leirvík um, at ein bilur var farin útav á gamla leirvíksvegnum og lá á sjónum. Almannamálaráðið hevur tikið niðurstøðurnar hjá Markamótsnevndini við í lógaruppskotið, sigur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, sum vónar, at nevndin verður óneyðug í framtíðini. Markamótsnevndin ger niðurstøður í ósemjum millum landið og kommunurnar um, hvør skal gjalda fyri fólk, sum lógin frá 2015 umfatar. Leggjast kann afturat, at fyrr vórðu aðrir møguleikar at fiska til kvotan aftur bleiv størri, millum annað á Flemish Cap ella í Irmingarhavinum. Hildið verður tó ikki, at tað er ein nøktandi skipan at keypa kvotu á uppboðssølu, í hvussu so er ikki at eiga skip og hava manning tøka til at fiska kvotu, sum møguliga eydnast at keypa. Her skal eisini havast í huga, sigur nevndarformaðurin í JFK, at uppboðssøluleisturin sum hann higartil er skipaður í stóran mun eggjar til, at aðrir enn verandi aktørar skulu bjóða og keypa kvotu, sum verður boðin út. Í lóg um hegn og markfred frá 1937 stendur tó, at fólk skulu biðja um loyvi, um tey fara í hagan og ikki fylgja bygdargøtunum, sigur Brúkaraumboðið. Sansir boðaðu frá, at júst hetta brotið um at ganga í haganum verður tikið úr faldaranum ella broytt í eini nýggjari útgávu, sum kemur í september í ár. Brúkaraumboðið ger eisini Sansir varugar við, at um upplýst verður um at ganga í bønum og í haganum og einki verður sagt um, at til tess krevst loyvi, kann tað vera brot á marknaðarføringarlógina. Tað var stutt fyri middagssleitið í gjár, at løgreglan fekk boð frá fjallfólki í Leirvík um, at ein bilur var farin útav á gamla leirvíksvegnum og lá á sjónum. Og eingin fráboðan er komin um, at fólk er saknað. Løgreglan heldur seg eisini kunna siga við vissu, at útlendsk ferðafólk hava heldur ikki verið í bilinum. Løgreglan heitir á fólk um at siga frá, um tey hava varnast okkurt í sambandi við bilin, sum er ein bláur og hvítur Morris Cooper. Danski læknin Panum varð í 1846 sendur til Føroya, at hjálpa til, tí meslingarnir gingu ringir. Sjúkan var farin um alt landið og tey sum vóru ringast fyri doyðu. Panum gjørdi eitt slóbrótandi arbeiði í Føroyum. Hansara gransking vísti, at smittan var luftborin og hann var, sum ein tann fyrsti í heimum, ið skilti og kundi siga fólki nágreinliga, at tað fóru at ganga umleið 12 dagar, frá tí tey vóru smittað til tey gjørdust sjúk. Tað sum í dag er kent sum tilgerðartiðin ella inkubatiónstíðin. Panum skrivaði alt niður sum hann upplivdi og sá í Føroyum. Og í hesi sending viðgera vit ikki hansara læknayrki ella meslingarnar, men hyggja við fólkalívsfrøðisligum brillum at øllum tí, sum hann upplivdi og sá hvussu fólk livdu. Føroyingar livdu av tí náttúran gav og pengar vóru ikki nógvir, men Panum kundi staðfesta at teir gjørdust millum elstu fólk í heiminum. Mynd úr bókini Maðkur, mykja, trimpil, betong og madrassa Trimpil 2 5 Sending við smávísindaligum søgum, sum fólkalívsfrøðingurin Jóan Pauli Joensen hevur savnað. Seinni partur um røðuna hjá A. Jógvansson Í ár 1900 helt ein føroyskur studentur, ið kallar seg fyri A. Jógvansson, eina heldur kritiska røðu um Føroyar, fyri føroyingafelaginum í Keypmannahavn. tSiðasøguliga og sivilatiónssøguliga er hetta ein áhugaverdur tekstur, sigur Jóan Pauli Joensen. sendingini gjøgnumganga vit røðuna við fólkalísvfrøðisligum brillum. Brotini ið lisin vera, eru úr bókini Maðkur, mykja, trimpil, betong og madrassa, sum Jóan Pauli Joensen hevur latið úr honum. Hetta er fyrri partur, av tveimum, um røðuna hjá A. Jógvansson Í ár 1900 helt ein føroyskur studentur, ið kallaði seg fyri A. Jógvansson, eina heldur kritiska røðu, um Føroyar, fyri føroyingafelaginum í Keypmannahavn. Býtið millum dreingir og gentur, sum eru sett til fosturs við árslok 2017, vísir fyri alt landið, at 45 dreingir vóru hjá fosturforeldrum og 41 gentur. Tá umstøðurnar í heiminum eru soleiðis, at ikki ber til hjá einum barni at verða búgvandi heima, verður kannað, um barnið kann setast í eina fosturfamilju. Eitt fosturheim er sambært barnaverndarlógini at skilja sum eitt heim, har fosturforeldur hava umsorgan fyri einum barni í styttri ella longri tíð. Krøvini til fosturfamiljur eru í 2012 broytt, so næstringar ella onnur, sum hava tætt samband við barnið, kunnu góðkennast sum fosturforeldur. Tað hevur verið hildið, at ógvusligu skógareldarnir í Grikkalandi, ikki eru kyknaðir orsakað av ógvusligu hitabylgjuni, sum herjar nógvastaðni, men at eldurin er ásettur. Loftmyndir, sum eru tiknar av økinum, og kanningar vísa, at tveir eldar byrjaðu í einum øki eystanfyri Athen mánadagin, og at eldur kom í báðum støðum næstan samstundis. Grikska stjórnin hevur verið fyri nógvum atfinningum fyri ikki at hava handla nóg skjótt og at verða ov sein við hjálpini, tá eldurin kyknaði, og at nógvir av skaðunum kundi verið fyribyrgdir, um hjálpin kom fyrr. Í Gundadali tók B36 ímóti turkiska stórfelagnum Besiktas. Úrslitið gjørdist tvey null til Besiktas, sum eisini var støðan í hálvleikinum. Tað sást serliga í fyrra hálvleiki, at Besiktas var ein stórur biti hjá B36, men sum dysturin leið kom B36 meir við í dystin og kundi, um hepni var við teimum, komið á máltalvuna. Hetta var fyrri dystur av tveimum, ið skulu spælast í hesum undanumfarinum í Europa League. Komandi hósadag, 2. august, spælir Víkingur heimadyst ímóti Torpedo Kutaisi, og B36 skal til Turkalands at spæla móti Besiktas. Tað eydnaðist føroyska U20 manslandsliðnum í hondbólti at spæla seg til hálvfinaluna í B EM undankappingini í gjár, tá teir vunnu sannførandi 29 22 á Hvítarusslandi. Makedonia vann bólk B í undankappingini, so talan er um eitt gott lið, men Hjalmar Klein Olsen, hjálparvenjari hjá U20 landsliðnum, segði við útvarpið í gjár, at Makedonia var tað liðið, ið teir helst vildi møta í eini hálvfinalu. Niklas Hanusarson og Tróndur Wardum fingu hvør síni trý og Hallur Arason, Leivur Mortensen og Djóni Petersen fingu allir hvør sítt mál. Ein arbeiðsbólkur hjá Tvøroyrar fornminnisfelag og Brim arkitektum vann kappingina um, hvussu Roykstovan ella Faktorhúsini á Tvøroyri skulu brúkast í framtíðini. Sum fyrsta land í heiminum hevur parlamentið í Nýsælandi samtykt eina lóg, har offur fyri harðskapi heima við hús fáa frí í 10 dagar við løn, so at tey kunnu fara frá samlivara sínum, finna nýtt stað at búgva og kunnu verja seg og síni børn. Kvinnuligi parlamentslimurin, Jan Logie, hevur arbeitt við hesum lógaruppskoti í sjey ár. Hon arbeiddi á kreppumiðstøð fyri kvinnur, áðrenn hon gjørdist politikari. Tá lógin varð samtykt, segði hon við bivandi rødd, at lógin er fyrsta stig til at gera enda á ræðuligu nýsælendsku hagtølunum fyri harðskap, og at onnur lond eiga at gera tað sama. Nýggja lógin kemur í gildi í apríl næsta ár, og hon ásetir, at øll, sum uppliva harðskap í heiminum, kunnu fáa farloyvi í 10 dagar við løn frá arbeiðnum, og tað verður ikki drigið frá feriu ella farloyvi annars. Í Nýsælandi eru hagtølini fyri harðskap í familjuni sera høg. Í miðal fjórða hvønn minutt fær løgreglan fráboðan um harðskap í familjuni, skrivar The Guardian. Alifelagið Hiddenfjord søkti í 2016 um at fáa umhvørvisgóðkenningina av aliøkinum í Sørvági til eisini at fevna um økið á Víkum. Hiddenfjord fekk loyvið í juni mánaða í 2017, men avgerðin var ikki lýst alment. Ikki fyrrenn í november mánaða í 2017 varð avgerðin lýst alment við hoyringsfreist ásett til 27. desember í 2017. Føroya Náttúru og Umhvørvisfelag sendi eina kæru til Heilsu og Innlendismálaráðið, har tey vístu á, at umhvørvisgóðkenningin tekur ikki nóg breið atlit til dálking og til lívfrøðiligt margfeldi. Harafturat var umhvørvisgóðkenningin latin uttan eina viðgerð av, hvussu laksaaling á Víkum fer at ávirka djóralívið í økinum og náttúruvirði, sum eru til gagns fyri fólk. Umhvøvisstovan, ið er myndugleikin, ið hevur givið umhvørvisgóðkenningina, hevur í sínum viðmerkingum til Heilsu og Innlendismálaráðið sagt, at sama mannagongd til umhvørvisgóðkenningar varð brúkt á Víkum sum aðrastaðni. Har meta tey til dømis um dálking á umhvørvinum, sjógvumskifting og streymviðurskiftir. Umhvørvisstovam hevði í sínum kanningum mett, at økið á Víkum livdi upp til krøvini og kundi góðkennast. Tað var tó við treytum, ið millum annað søgdu, at um dálkingin vísir seg at gerast størri enn mett, kann Umhvørvisstovan seta avmarkingar á virksemi. Heilsu og Innlendismálaráðið sigur í síni niðurstøðu, at Umhvørvisstovan átti at lýst umhvørvisgóðkenningina alment beinanveg, men at tað varð gjørt eitt sindur seinni, og tí verður mett, at tey hava fylgt teimum treytum. Heilsu og Innlendismálaráðið metir sum heild, at Umhvørvisstovan hevur viðgjørt málið á nøktandi hátt og sett nøktandi treytir í góðkenningini av aliøkinum á Víkum. Tó seta tey eisini spurnartekin við, at ein umhvørvisgóðkenning, ið er frá 1998, verður brúkt í 2017. Heimildarfilmurin hjá bretanum Mike Day, The Islands and the Whales, ið er upptikin í Føroyum og er um føroysku veiðimentanina við grindini, er nú í uppskoti til eina av undirbólkunum í Emmy virðislønunum. The Islands and the Whales er ein lýsing av lívi føroyinga og náttúruni kring teir, millum annað hvussu fiskur, grind og fuglur hevur verið fingin til matna, og hvussu aldargamli siðaarvur føroyinga hevur skapt eina serstaka mentan og samleika. Samstundis kann ídnaðarsamfelagið og dálking tess gera enda á hesi mentan. Í mai vann filmurin PEABODY films heiðurslønina fyri dokumentarfilmar í USA. Mike Day úr Edinburgh í Skotlandi gjørdi filmin, sum var liðugur í 2016. Dennis Holm, borgarstjóri í Vági, heldur, at tað er trupul støða, tá nógv hús í Vágs kommunu standa tóm, samstundis við at fólk mangla bústaðir. Og bústaðartrupulleikin er eisini stórur í Klaksvíkar kommunu. Sambært Dennisi Holm og Jógvani Skorheim, eru fleiri, sum vilja búðseta seg í kommununum báðum. Men tað er lættari sagt enn gjørt. Ein av orsøkunum er, at fleiri heldur vilja leiga sín bústað út til útlendingar gjøgnum Airbnb enn til føroyingar, ið hava tørv á einum bústaði. Ein annar trupulleiki er, at kommunurnar ikki hava møguleika at byggja leiguíbúðir til stóra tørvin. Kommunurnar hava bert heimild til at stykkja út, men tað er ofta ov dýrt, sigur Jógvan Skorheim. Men loysnin upp á trupulleikan er einføld Kommunurnar skulu hava heimildir til at byggja fleiri leigubústaðir. Tað halda borgarstjórarnir í Vági og Klaksvík. Kommunur kunnu seinni í ár gera av, at til ber at skeinkja sterkt til klokkan trý korter til tvey um náttina, eisini mánanátt, og hava opið til klokkan tvey. Í uppskotinum stendur, at matstovur og skeinkingarstøð, har sum almenningurin hevur atgongd, skulu sunnudag til hósdag vera afturlatin millum midnátt og klokkan fimm morgunin eftir. Við serlig høvi, so sum nýggjársaftan, á føstulávint, á ólavsøku og á summarstevnum, kann kommunan loyva, at vikið verður frá afturlatingartíðunum. Tá nýggja lógin kemur í gildi, er ætlanin at strika greinina í halgidagslógini um afturlatingartíðir, tí hon verður ikki handhevjað kortini. Javnaðarflokkurin fær hinvegin ein lúsing og fær einans 19,2 prosent av atkvøðunum móti 25,1 seinasta val. Flokkurin missir tveir tinglimir og fer úr 8 niður í 6 tinglimir. Sambært kanningini, sum varð gjørd týsdagin, mikudagin og hósdagin í hesi vikuni, fær Fólkaflokkurin 25 av atkvøðunum og 8 tinglimir. Tjóðveldi fær 22,6 og 8 tinglimir. Sambandsflokkurin fær 21,7 og 7 tinglimir, og Javnaðarflokkurin fær 19,2 og seks tinglimir. Framsókn fær 4,5 og tveir tinglimir, Miðflokkurin 3,9 og ein tinglim, og Sjálvstýrisflokkurin fær 3,1 og ein tinglim sambært kanningini. Samgongan missir sostatt meirlutan, og Javnaðarflokkurin er stóri taparin. 532 fólk eru spurd í kanningini. Prosent í kanning Løgtingssessir í kanning Valið 2015 Fólkaflokkin 25,0 8 18,9 Sambandsflokkin 21,7 7 18,7 Javnaðarflokkin 19,2 6 25,1 Sjálvstýri 3,1 1 4,0 Tjóðveldi 22,6 8 20,7 Framsókn 4,5 2 6,9 Miðflokkin 3,9 1 5,5 Javnaðarflokkurin hevur havt afturgongd, síðani hann tók við sum løgmansflokkur í 2015 í øllum veljarakanningum, sum hava verið gjørdar. Í veljarakanning, sum varð gjørd september 2016, hevði Javnaðarflokkurin eina afturgongd upp á 0,9 í mun til valið, og flokkurin var í tí kanningini tann flokkurin, sum hevði størst afturgongd. Í december í 2016 vísti ein veljarakanning, sum Gallup gjørdi, at Javnaðarflokkurin hevði varvðeitt síni átta tingfólk, og at samgongan varð styrkt við einum umboði fyri Framsókn. Men í hesi kanningini hevði Javnaðarflokkurin eisini mist undirtøku. Í juni í 2017 hevði samgongan mist meirilutan. Tá var Fólkaflokkurin størsti flokkur, og andstøðan hevði fingið 18 tinglimir. Nýggjasta veljarakanningin vísir, at Fólkaflokkurin aftur er størsti flokkurin við 25 og átta tinglimum. Í kanning hjá Fynd í november 2017 fekk Javnaðarflokkurin einans 5 tinglimir. Flokkurin hevur liðið á 7 tinglimum síðani, men er so endaður á seks tinglimum í dag. Tjóðveldi stendir seg betri enn nakrantíð í veljarakanningini og fær 8 tinglimir. Tað er fyrstu ferð síðani valið, at Tjóðveldi fær 8 tinglimir í eini veljarakanning. Tað er tó nógv, sum bendir á, at úrslitið kann broytast rættuliga nógv, tí óvanliga nógv heili 20,7 siga seg ikki vita, hvønn tey høvdu valt í dag. Fyri løtu síðani sendi Tjóðveldi á Fólkatingi eina kanning, sum Gallup hevði gjørt til miðlarnar. Hon vísir, at fýra teir størstu flokkarnir fáa 7 tinglimir hvør, og at Fólkaflokkurin er størst við 22,3 av atkvøðunum. Sambandsflokkurin fær 21,1 av atkvøðunum, Javnaðarflokkurin fær 21 og Tjóðveldi 20,6 Munurin er sostatt minni millum flokkarnar, og afturgongdin hjá Javnaðarflokkinum er ikki eins stór, sum í kanningini hjá Lóður. Hann hevur tó nógv størst afturgongd samanborið við hinar flokkarnar. Samanborið við seinasta val gongur Fólkaflokkurin í kanningini fyri Tjóðveldi á Fólkatingið 3,4 fram, og Sambandsflokkurin vinnur 2,4 . Javnaðarflokkurin gongur 4,1 aftur. Tjóðveldi stendur at kalla í stað og missir 0,1 . Sjálvstýri fær í kanningini 3,2 og missir ein tinglim. Miðflokkurin fær 5 og varðveitir sínar tveir tinglimir. Framsókn fær 6,9 og varðveitir eisini sínar tveir tinglimir. Sambært kanningini hevði andstøðan fingið 17 tinglimir og samgongan 16, varð val nú. Tað er sama býtið sum tað í kanningini, sum Lóður gjørdi fyri Kringvarpið. Tað var stutt fyri middagssleitið mikudagin, at løgreglan fekk boð frá fjallfólki í Leirvík um, at ein bilur var farin útav á gamla leirvíksvegnum og lá á sjónum. Bilurin lá á fimm metra dýpi, fimm metrar úr landi. Í gjár breiddi eldurin seg til býin, Redding. Har búgva 92.000 íbúgvar. Og hetta hevur fingið løgregluna at biða fólk um at fara frá húsi og heimi, tí løgreglan ikki hevur tamarhald á eldinum. Í býnum Redding hevur eldurin kravt eitt mannalív, og fleiri sløkkiliðsfólk hava fingið skaða. Harafturat eru fleiri hús brend í grund. Vit gera alt fyri at bjarga fólki frá eldinum, sum nú hevur víst seg at vera deyðiligur. Eldurin breiðir seg skjótt, og vit hava ikki saæ nakað slíkt áður, sigur Jonathon Cox, sum er tilbúgvingarstjóri. Klokkan 23.01 í kvøld føroyska tíð kunnu tey, sum hava søkt inn á útbúgvingar í Danmark síggja, hvønn karakter krevst fyri at sleppa inn á ymsu útbúgvingarnar í Danmark. Sjálvt um karakterkrøvini verða almannakunngjørd klokkan 23, so merkir hetta ikki, at tú longu fær svar tá. Tað er nevniliga ymiskt frá útbúgvingarstovni til útbúgvingarstovn, nær úrslitini eru klár. Tað eru tó bert tey, sum hava søkt inn á kvotu 1, sum fáa svar í kvøld um tey eru sloppin inn ella um miðalkarakterurin akkurát ikki rakk. Um tú ikki sleppur inn, kann tó vera at vón er fyri framman. Tað er soleiðis, at tú kanst fáa eitt sonevnt standby pláss. Tað vil siga, at um onkur meldar avboð kanst tú fáa tað plássið. At lata seg í føroysku klæðini kann vera torført, men stúr ei, tí her fært tú køna vegleiðing. Hóast hetta brotið er frá 1990, so er tað eins viðkomandi í dag. Nógv er broytt seinastu 18 árini, men enn lata føroyingar í hópatali seg í stásiligu føroysku klæðini, áðrenn farið verður á ólavsøku. Her letur Jenny Simonsen eitt par í føroysku klæðini og vísir, hvussu tað kann gerast. Ólavsøkan merkir eisini útvarps og sjónvarpskránna, har vit í dag og í morgin senda beinleiðis ólavsøkusendingar, skrúðgongur, kappróður og setan. Um Fólkaflokkurin skal samstarva við Tjóðveldi eftir komandi løgtingsval, so skal Tjóðveldi hava ein heilt øðrvísi fiskivinnupolitikk og fíggjarpolitikk, sigur formaðurin í Fólkaflokkinum. Men seks mánaðir seinni, tá hølini høvdu skift eigara, vildi Tórshavnar kommuna kortini hava hølini til læknaviðtalur, enntá fyri ein hægri prís. Sunnukvøldið, ólavsøkudag, fer sjónvarpið við samtykki frá familjuni at senda sendingina Áðrenn konsertina , sum Ivan Niclasen og Hans Petur Hansen gjørdu um Ólav Hátun í 2014. Teir vóru við Ólavi Hátún, tá hann stjórnaði Havnarkórinum fyri seinastu ferð. Í sendingini lítur hann aftur á eitt langt lív við tónleiki, meðan hann fyrireikaðar síðstu konsertina. Ikki allir turkar vórðu útilokaðir frá áskoðaraplássunum til dystin millum B36 og turkiska felagið Besiktas á ovara vølli í Gundadali hóskvøldið, tí turkiski sendiharrin í Danmark sá dystin. Kenan Ipek sá dystin saman við Poul Michelsen, landsstýrismanni, og danska sendiharranum í Turkalandi, Svend Olling, sum hevur hildið summarfrí í Føroyum. Á fundinum í gjár umrøddu Poul Michelsen og Kenan Ipek, hvussu handilssambondini landanna millum kunnu økjast, bæði tá talan er um at útflyta føroyskar fiskavørur til Turkalands og innflutning úr Turkalandi. Hjúnini Tummas Christophersen og Heidi Petersen, sum eiga 62 N, vænta at gerast ein virkin viðleikari í at menna Handilsgøtuna í miðbýnum í Havn. Veljarar hjá samgonguflokkunum vilja helst, at samgonguflokkarnir halda fram við samstarvinum, men veljarar hjá andstøðuflokkunum vilja, at andstøðuflokkarnir finna saman í einum samstarvi. Av teimum, ið søgdu seg velja Fólkaflokkin, søgdu 77 prosent seg vilja samstarv við Miðflokkin og 34 prosent søgdu seg vilja, at Fólkflokkurin fór í samstarv við Sambandsflokkin. Tveir triðingar av sambandveljarum siga seg vilja eitt samstarv við allar hinar andstøðuflokkarnar og heili 45 prosent av sambandsveljarum siga seg eisini vilja eitt samstarv við Javnaðarflokkin. 39 prosent av javnaðarveljarum siga seg vilja, at Javnaðarflokkurin fer at samstarva við Sambandsflokkin, men flestu av veljarunum hjá Javnaðarflokkinum vilja hava samstarv við Tjóðveldi og Framsókn. Tað siga ávikavist 68 og 45 prosent av javnaðarveljaranum. Veljarar há Tjóðveldi vilja helst, at sitandi samgonga heldur fram. 47 prosent halda, at Framsókn og Tjóðveldi skulu samstarva og 40 prosent vilja verða við Javnaðarflokkinum. Sama ger veljarin hjá Framsókn, har góð 28 prosent eisini halda, at Sjálvstýri er ein flokkur, ið Framsókn kann samstarva við. 37 prosent av Sjálvstýrisveljarum vilja samtarva við Fólkaflokkin og 48 prosent vilja, at Sjálvstýri fer í samgongu við Miðflokkinum. Hjá teimum, ið velja Miðflokkin, er tað fyrst og fremst Fókaflokkuin, ið tey vilja samstarva við. Tað siga 32 prosent av miðfloksveljarunum. Av teimum, ið ivast í hvørjum teirra flokkur skal samstarva við, eru tað fyrst og fremst veljarar hjá stóru andstøðuflokkunum. 35 prosent av sambandsveljarunum siga seg ikki vita hvønn tey helst vilja Sambandsflokkin samstarva við, meðan 21 prosent av fólkafloksveljarunum ikki siga seg vita, hvønn tey vilja hava Fólkaflokkin at samstarva við. Sambært lógini um sjófeingi kann menningarkvota latast til menningarætlanir, sum kunnu stuðla undir virðisøking í ávísum øki í landinum, har atgongd til sjófeingi er avmarkað, ella arbeiðsloysið er stórt, ella kunnu tær latast til øki við støðugt minkandi fólkatali. Gestur Hovgaard, Guðrið Andorsdóttir og Arnbjørn Egholm eru í metingarnevndini, sum viðgjørdi og gjørdi tilmæli út frá teimum 38 umsóknunum, sum komu hesaferð. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, gjørdi av at útseta seinastu afturlatnu uppboðssølurnar av makreli og sild til hálvan august, millum annað tí at menningarkvotur skuldu latast fyrst. Høgni Hoydal vónar, at fleiri fara at bjóða seg fram á uppboðssølunum, um menningarkvoturnar eru avgreiddar, tá selt verður á uppboði. Nummar Bátanavn Tíð Stig Gult kort Reytt kort 1 Sílið 04.47.09 7 0 0 2 Jallurin 04.47.46 6 0 0 3 Royndin Fríða 04.50.27 5 0 0 4 Drekin 04.51.19 4 0 0 5 Firvaldur 04.53.33 3 0 0 6 Silja 04.54.21 2 0 0 7 Ørnin 05.04.28 1 0 0 8 Ingibjørg 05.06.34 0 0 0 9 Heykur 05.13.30 0 0 0 Nummar Bátanavn Tíð Stig Gult kort Reytt kort 1 Sølmundur 04.49.36 7 0 0 1 Jarnbardur 05.08.22 7 0 0 2 Gongurólivur 05.23.12 6 0 0 2 Smyril 04.57.34 6 1 0 3 Páll Fangi 05.01.31 5 0 0 5 Lómur 05.16.37 3 0 0 Nummar Bátanavn Tíð Stig Gult kort Reytt kort 1 Tambar 05.06.38 7 0 0 2 Drekin 05.09.45 6 0 0 3 Blikur 05.12.07 5 0 0 4 Falkur 05.13.07 4 0 0 5 Báran 05.16.38 3 0 0 6 Beinta 06.18.01 2 0 0 7 Sílið 05.20.05 1 0 0 8 Frúgvin 05.21.29 0 0 0 9 Kollur 05.21.37 0 0 0 10 Fenja 05.23.07 0 0 0 11 Stubbin 0 0 0 12 Knúkur 0 0 0 Nummar Bátanavn Tíð Stig Gult kort Reytt kort 1 Páll Fangi 04.39.23 7 0 0 2 Gongurólvur 04.42.10 6 0 0 3 Rádni 04.43.26 5 0 0 4 Sundabáturin 04.49.11 0 0 0 5 Hósvikingur 04.53.47 4 0 0 6 Lómur 04.55.21 3 0 0 Nummar Bátanavn Tíð Stig Gult kort Reytt kort 1 Argjabáturin 04.19.49 7 0 0 2 Árnfirðingur 04.21.02 6 0 0 3 Nevið Reyða 04.32.26 5 0 0 4 Ørvur 04.38.21 4 0 0 Nummar Bátanavn Tíð Stig Gult kort Reytt kort 1 Erla Kongsdóttir 05.06.01 7 0 0 2 Jallurin 05.07.00 6 0 0 3 Sílið 05.10.35 5 0 0 4 Teistin 05.18.16 4 0 0 5 Blikur 05.36.23 3 0 0 Nummar Bátanavn Tíð Stig Gult kort Reytt kort 1 Ormurin Langi 04.15.23 7 0 0 2 Klaksvíkingur 04.16.20 6 0 0 3 Suðuroyingur 04.19.15 5 0 0 4 Havnarbáturin 04.23.37 4 0 0 5 Drekin Reyði 04.27.47 3 0 0 Makedonia var favorittur at vinna, men góvu føroyingarnir liðnum ein skarpan gang. Fyrri hálvleikur var sera javnur, og hálvleiksstøðan var 13 12 til Makedonia. Makedonar vóru frammanfyri við einum máli í síðsta minuttinum av dystinum, men tá 12 sekund vóru eftir skoraðu føroyingar og tryggjaðu javnleik og harvið brotskastskapping. Eg eri stoltur av mínum dreingjum. Vit vóru aftanfyri við fimm málum og komu aftur og høvdu ræði á dystinum. Men onkuntíð vinnur tú, og onkuntíð tapir tú, segði føroyski U20 landsliðsvenjarin, Marc Lausen Marcher, við almennu heimasíðuna hjá EM kappingini. Føroyar skulu sostatt spæla um 3. ella 4. plássið í hesari EM kapping. Tann dysturin verður í dag klokkan hálvgum fimm føroyska tíð, tá Føroyar hitta Sveits. Ein maður varð skumpaður inn í eitt vindeyga, sum brotnaði, í miðbýnum í Havn nakað yvir klokkan seks í morgun. Tað upplýsir vakthavandi á politistøðini, sum annars sigur at ólavsøkan hevur verið friðarlig. Menninir kjakaðust og endin var, at annar skumpaði hin so hart, at hann datt gjøgnum rútin á Snælduni, sum liggur á Niels Finsensgøtu. Báðir menninir fingu skaða, annar skar seg í ryggin og fekk glassplintur í ryggin og hin fekk splintur í hondina. Løgreglan var skjót á staðið, og báðir menninir vórðu koyrdir á skaðastovuna. Málið verður tikið upp og aftur í dag, og kannað verður um nakar av monnunum skal skuldsetast fyri harðskap ella herverk ella bæði. Flestu teirra hava sama samarittarnar tikið sær av og sambært vakthavandi hava samarittarnir gjørt eitt megnararbeiði við at koma fullum fólki til hjálpar. Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, heldur, at løgmaður í røðu síni skal leggja dent á heita búskapinum. Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar, meinar, at løgmaður skal seta sjóneykuna á eldraøkið og at tryggja fakligheitina á eldraøkinum. Seinni í dag fáa vit at vita um løgmaður er samdur. Løgtingið verður sett klokkan 13, men áðrenn tað fara løgtingsfólk, landsstýrisfólk og embætisfólk at ganga skrúðgongu og í kirkju. Hoyr Óluvu Zachariassen spyrja Maritu Rasmussen, stjóra í Vinnuhúsinum, Jørgen Niclasen, formann í Fólkaflokkinum, Óluvá í Gong, forkvinnu í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Stefan í Skorini, stjóra í Felagnum Nótaskip og Anniku Sølvará, forkvinnu í Granskinargráðnum, hvat tey halda, at løgmaður skal leggja dent á í ólavsøkurøðuni í dag í ljóðbrotinum omanfyri. Fleiri túsind fólk eru flýdd frá húsi og heimi, síðani eldurin kyknaði mánadagin, og amerikanski forsetin, Donald Trump, lýsti leygarmorgun undantaksstøðu í Kalifornia. Vit gera alt fyri at bjarga fólki frá eldinum, sum nú hevur víst seg at vera deyðiligur. Eldurin breiðir seg skjótt, og vit hava ikki sæð tílíkt áður, sigur Jonathan Cox, sum er tilbúgvingarleiðari. Í vikuni gjørdist støðan enn álvarsligari, tá skógareldurin breiddi seg til lítla býin Redding við 92.000 íbúgvarum. Løgreglan heitti tá á íbúgvar um at sleppa sær burtur sum skjótast. Ein sløkkiliðsstjóri og ein 81 ára gamal maður, sum royndi at berjast móti eldinum við einum bulldosara, vóru fyrstu offrini í Redding. Tvey børn, fýra og fimm ára gomul, og 70 ára gamla langomma teirra, hava verið saknað hósdagin, men vórðu gjáramorgunin funnin deyð í býnum Redding. Sostatt eru fimm fólk váttað deyð, men enn eru fleiri fólk ikki komin aftur í aftur. Sambært Reuters vóna myndugleikarnar at finna tey á lívi. Fleiri enn 300 tilbúgvingarfólk royna at sløkkja eldin, sum higartil hevur oyðilagt fleiri enn 500 bygningar og brent næstan 50.000 hektarar av jørð. Nýggjar kanningar vísa, at nýggjur heilivágur beinir burtur vandan fyri smittu, um tann, ið hevur HIV væl at merkja er í viðgerð. Tað skrivar DR. Granskarar hava kannað 2000 samkyndar menn í parlagi frá 14 europeiskum londum og ikki ein av teimum, er vorðin smittaður av maka sínum. Beinleiðis sending av Vaglinum í Havn við innsløgum og gestum í studio. Vit eru úti á gøtunum og skatta dýpið, hitta fólk og práta um leyst og fast í sambandi við ólavsøkuna. Vístur verður samandráttur av ólavsøkusetanini og kappróðrinum. Sendingin verður endursend ólavsøkudag. Her kom hann millum annað inn á, at vit í dag yvirtaka familjurættin og legði dent á, at samgongan við sínum politikki vil spenna eitt trygdarnet undir borgaran. Øll vinna tá familjurnar hava tað gott. Var boðskapurin hjá løgmanni, sum fleiri ferðir nevndi, hvussu familjan er kjarnin í samfelagnum. Harafturat segði løgmaður, at veiðigjaldið skal setast í verk, og tað var veiðigjaldið, sum man annars ikki fekk semju um í samgonguni. Løgmaður nerti eisini við raðfestingina av tunlum. Løgmaður segði, at Hvalbiartunnilin skal gerast fyrst, og síðani skulu tunlarnir norður um Fjall gerast. Løgmaður segði Men samferðslukervið er slitið. Tørvur er á nógvum nýggjum tunlum. Tað má tó ikki vera soleiðis, at um vit ikki fáa fyrst, so skal eingin hava. Allir skulu gerast. Fyrst Hvalbiartunnilin, síðani tunlarnir norður um Fjall og síðani hinir. Hetta skal tó gerast við skili, og vit kunnu ikki gera allar í senn. Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin fara at skapa møguleikar og styrkja bondini millum oyggjarnar og ymsu økini. Fyri løtu síðani bar løgmaður fram ólavsøkurøðu sína. Her legði hann millum annað dent á, at neyðugt er at drýggja almennu íløgurnar. Hann heitti á kommunurnar um at sanstarva um at draga íløgurnar út yvir longri tíðarskeið, fyri at tálma ferðini á búskapinum. Tað ætlar landið at gera. Landið hevur í síni fíggjarætlan eitt búskett upp á 364 milliónir til íløgur, meðan kommunurnar hava sett 958 milliónir av til løgur í 2018. Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, ávaraði fríggjadagin um, at for nógv ferð er á búskapinum. Hon heitti bæði á land og kommunur um at tálma íløguhuginum. Tað eru ikki allar løgur, sum síggjast í fíggjarætlanini hjá landi og kommunum. Sambært Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum hevur gjørt eina samanteljing av almennu íløgunum, sum eru skránni nú og næstu árini, eru almennar íløgur hjá landi og kommunum í havnir, tunnilsverkætlanir, vegir og onnur verkløg fyri góðar tvær milliardir krónur í 2018. Talan er millum annað um havnaútbyggingar í Runavík og Tórshavn, um vegagerð til Eysturoyar og Sandoyartunlarnar, kommunalar útstykkingar og kloakeringar. Ein løga, sum ikki er tald við hjá Føroya Arbeiðarafelag, er tunlarnar Norður um Fjall, tí teir skulu eftir ætlan ikki koma á skrá fyrr enn 2021. Jarðskjálvtin, sum varð máldur til 6,4 á Richter stiganum, byrjaði stutt fyri klokkan 7 sunnumorgunin lokala tíð, tá flestu fólkini lóu og svóvu. Fólk savnast á gøtum og bøum fyri at sleppa undan, at lutir frá oyðiløgdum bygningum detta í høvdið á teimum, sigur ein talsmaður hjá tilbúgvingardeildini við Reuters. Í vetur skeyt Fólkaflokkurin upp at skipa tvær sjálvstøðugar tíðindadeildir í Kringvarpinum. Endamálið var at fáa størri fjølbroytni í tíðindaflutningin. Undirtøka var ikki fyri uppskotinum tá. Men undir orðaskiftinum nam Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, við atfinningarsama orðaskiftið, sum ofta er í almenna rúminum um Kringvarpið. Meiningarkanningin um átrúnað, sum vísti stóran mun millum miðstaðarøkið øðrumegin og Eysturoy og Norðoyggjar hinumegin, hevði helst víst tað sama, um fólk vóru spurd um Kringvarpið, segði hon í løgtinginum undir fyrstu viðgerð tann 28. februar í ár. Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya vóru løgd saman í ein stovn, Kringvarp Føroya, á heysti 2004. Stovnurin hevur virkað síðan 1. januar 2005. Meira enn annað hvørt fólk, sum varð spurt í kanningini, sum Lóður gjørdi fyri Kringvarpið í síðstu viku, heldur, at tað skal vera ein hvørsmansrættur at ganga frítt í haganum í Føroyum. Tey, sum siga seg velja Sjálvstýri, eru eisini fyri hvørsmansrættinum, tey flestu, ið hvussu so er. Har er prosentið oman fyri 70. Síðani koma Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin, Tjóðveldi og Fólkaflokkurin. Meira enn helvtin av teimum spurdu vóru fyri hvørsmansrættinum. Gjaldið fyri at koyra í teimum báðum undirsjóvartunlum, sum longu eru, verður ikki strikað, ikki so leingi, hendan samgongan er, varð staðfest í gjár. Sambært lógunum um tunlarnar skal útveganarkostnaðurin, eisini partapeningurin, sum landið setti í feløgini, gjaldast aftur, áðrenn tunlarnir kunnu latast landinum. Og gjaldið fyri at brúka tunlarnar er besta trygdin fyri, at tunlarnir verða hildnir viðlíka og dagførdir, stendur í ískoytinum til røðuna, sum løgmaður helt í tinginum í gjár, tá tingsetan 2018 byrjaði. Løgmaður segði í røðu síni, at umsitingin hjá P f Vágatunlinum og P f Norðoyatunlinum verður flutt úr Havn til Runavíkar á nýggjárinum. Mentamálaráðið boðar frá aðalorðaskifti um fólkaskúlan, Innlendismálaráðið ætlar at hava aðalorðaskifti um orkupolitikkin, Vinnumálaráðið vil vita, hvat løgtingsfólk halda um eigarapolitikkin hjá landinum, Fiskimálaráðið vil hava aðalorðaskifti um landbúnað og um tilbúgving. Sambært lógini um sjófeingi skal landsstýrisfólkið í fiskivinnumálum leggja fram frágreiðing um, hvussu lógin um sjófeingi verður fyrisitin, um rættindini at fiska uttan fyri Føroyar og hvørjar ætlanir eru. Tað skal gerast fyri 1.oktober. Løgmaður ætlar at tosa við formenninar í flokkunum fyrst, áðrenn hann tekur støðu til, um hann leggur fram aftur uppskotið um stjórnarskipan. Formaðurin í grein 25 nevndini hjá løgtinginum, sum viðgjørdi uppskotið í seinastu tingsetu tó uttan at skriva álit, heitti á løgmann um at leggja uppksotið fram aftur í hesi tingssetuni. Stjórnarskipanararbeiðið fyllir skjótt 20 ár, og eg havi lagt stóra orku í málið alt valskeiðið, men tað hevur verið tungt, segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, í tinginum í gjár. Viljin hjá andstøðuni hevur verið avmarkaður, men eg fari kortini at tosa við formenninar eina ferð enn fyri at vita, um grundarlag er fyri at arbeiða víðari við stjórnarskipanini, segði løgmaður. Tað er nú tú skalt tekna teg, ætlar tú tær at svimja til Nólsoyar leygardagin á Ovastevnu. Tað segði fyriskiparin Erland Simonsen fyri Summarmorgni, beint áðrenn hann leyp á bláman saman við øðrum havsvimjarum, tí sjálvt um tað ber til at klára teinin uttan at vera svimjari, so er tað ein fyrimunur at hava roynt havsvimjing áður. Fleiri 1000 fólk ganga uttan kommunulækna, men kortini reypar løgmaður av, hvussu nógvir kommunulæknar eru settir, sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum. Hann heldur ikki, at løgmaður eigur rós uppborið fyri ólavsøkurøðuna hon var grunn, heldur hann. Tað er eisini fallið formanninum fyri Miðflokkin fyri bróstið, at løgmaður ikki nevndi fosturtøkur í síni røðu, hóast hann byrjaði røðuna við myndamáli av føðideildini Grindin, sum legði beinini í Havn, var einans 38 hval og verður býtt í drápspartar. Talan er um 1.009 drápspartar, tað vil siga 0,25 skinn í part, sigur Finnbogi Midjord. Grindin, sum legði beinini í Sandavági var umleið 150 hval. Hon var annars mett at vera einar 300 400 hval, áðrenn hon gjørdi landgongd. Frá 1. januar 2019 skulu ferðafólk, ið eru til gongu, ikki rinda fyri at sigla við strandfarðarskipum. Tað sigur Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum. Landsstýrið vil við hesum gera eina roynd at javnseta ferðakostnaðin hjá sjóvegis ferðandi við ferðingina í undirsjóvatunlunum. Vísindasøgurnar í hesu sending eru um At appelsingular gularøtur eru tær sunnastu. At tað er ov vandamikið at vera ov feitur. At gransking vísir, at kettur eru høgralabbaðar. At osonlagið lekist. At løgin signal úr rúmdini møguliga koma frá neutronstjørnum. Og at vitamin D hevur stóran týdning fyri heilsuna. Meira enn annað hvørt fólk, sum varð spurt í veljarakanningini, sum Lóður gjørdi fyri Kringvarpið í síðstu viku, tekur undir við, at undirsjóvartunnil verður gjørdur til Suðuroyar, tá Sandoyartunnilin er liðugur. Tey fægstu siga seg velja Sjálstýri. Har eru 53 prosent, sum taka undir við, at undirsjóvartunnilin til Suðuroyar verður gjørdur, tá Sandoyartunnilin er liðugur. Men hinir aldursbólkarnir eru beint undir 60 prosentum, uttan tey elstu, tey 60 ára gomlu ella eldri. Hjá teimum er undirtøkan 50 prosent. Hann fer at kosta minst tríggjar milliardir krónur, men móti tí vigar nýggjur Smyril, sum leysliga er mettur at kosta eina milliard. Í ár verða gjørdar innleiðandi jarðfrøðiligar kanningar í sambandi við Suðuroyartunnilin, sigur Samferðslumálaráðið í ískoytinum til frágreiðingina, sum løgmaður gav løgtinginum ólavsøkudag. Eg haldi ikki, at Skálatrøð er sjarmerandi ella gott fyri nakran annan enn fyrireikararnar á Ólavsøku. Foreldur sita bara og trippa og telja minuttirnar til tey sleppa úr hasum óbarnavinarliga økinum við høgum prísum, longum bíðirøðum og skramblivinningum. Millum annað soleiðis skrivar Mena Joensen á sínum facebookvanga dagin eftir ólavsøku, og eftir viðmerkingunum at døma, so var hon ikki einsamøll um at hava hesa áskoðan. Summarmorgun fekk vitjan av Andrasi Thomsen, sum er formaður í Tórshavnar Ítróttarráð, ið varar av tivoliøkinum á ólavsøku, umframt Turið Horn, býráðspolitikara, sum eisini kundi hugsað sær onkra broyting. Í ískoytinum til frágreiðing løgmans ólavsøkudag skrivar Samferðslumálaráðið, at bara tey, sum búgva í útoyggj, eiga at fáa stuðulin. Skotið hevur verið upp, at flutnings feløgini, Atlantic Airways, Strandfaraskip landsins og Posta, sum umsita pengarnar, útflýggja eitt kundanummar og krevja váttan um flutningin, til dømis farmabræv. Landsstýrið hevur loftað einum uppskoti hjá Sonju Jógvansdóttur, løgtingskvinnu, og sett tað í løglistan fyri nýbyrjaðu tingsetuna. Rættarnevndin tók eisini undir við uppskotinum, millum annað umboðið hjá Framsókn. Men Framsókn hálsaði um og atkvøddi ikki fyri, tá triðja viðgerð var. Íløgurnar eru avmarkaðar, stendur í ískoytinum til løgmansrøðuna, men landsstýrið vónar, at til ber at dagføra íløguætlanina, so fyrireikingarnar til tunlarnar norður um fjall eru lidnar longu næsta ár, so arbeiðið kann byrja fyrr enn ætlað. Á Ólavsøku vórðu Familju og arvarættur alment yvirtikin, og tey eru farin til arbeiðis í nýggju famljufyrisitingini á Bryggjubakka í Havn. Nógv skjøl skulu umsetast úr donskum og umleið 200 mál flytast í nýggja journalskipan. Men hetta fer ikki at leingja um málsviðgerðirnar, sigur Monika Hjelm Rasmussen, fakligur stjóri. Higartil hevur verið talan um danskt málsøki, sum Ríkisumboðið hevur umsitið. Yvirtøkan hevur við sær, at ein rúgva av skrivligum tilfari skal umsetast úr donskum til føroyskt. Yvirtøkan ger, at fólk, sum til dømis ætla sær at skiljast, søkja um barnapengar ella ættleiða barn, nú skulu venda sær til Familjufyrisitingina í staðin fyri til Ríkisumboðið Henrik Old, landstýrismaður í samferðslumálum, sigur, at tað er tørvur á at spjaða almenna virksemi kring landið og tað er ein liður í tí, tá Fyrisitingin hjá Vága og Norðoyatunnlinum skal flytast til Runavíkar. Aksel V. Johannesen staðfesti í ólavsøkurøðuni, at fyrisitingin verður flutt. Islamiski staturin boðar í dag frá, at tað er hann, ið stendur aftan fyri drápini á tey fýra ferðafólkini í Tadsjikistan sunnudagin. Hetta skrivar BBC. Sunnudagin koyrdi ein bilur á fýra ferðafólk á súkklu, og síðani vórðu súkklararnir álopnir við knívum. Tey fýra fólkini, sum lótu lív, vóru úr USA, Sveis og Hollandi. Og umframt tey fýra fólkini, vórðu trý fólk særd av kníválopinum. Hetta er fyrstu ferð, at Islamiski staturin tekur ábyrgd av álopi í Tadsjikistan. Tó eru eingi prógv fyri, at tað er Islamiski staturin, ið hevur framt álopini. Landið hevur í fleiri umførum havt trupulleikar av víðgongdum islamistiskum bólkum. Millum annað eru fleiri túsund íbúgvar í landinum farin upp í Islamiska statin í Sýria og Irak. Og fleiri íbúgvar eru eisini handtikin í samband við álop ella ætlað álop í Russlandi, Svøríki og USA. Støddin á Tadsjikistan er sum støddin á Grikkalandi, og har búgva umleið 8,7 milliónir fólk. Landið bleiv sjálvstøðugt, eftir at Sovjetsamveldið fall. Føroyingar duga betri at drekka, og gera ikki so nógv um seg á ólavs ku, sum teir fyrr hava gjørt. Tað sigur Eyðbjørg Højgaard, sum er vaktarleiðari hjá samarittunum hjá Reyðakrossi í Føroyum. Donald Trump, forseti, sigur, at hann er sinnaður at hitta leiðararnar í Iran uttan fortreytir, og sostatt eisini forsetan í Iran, Hassan Rouhani. Tað skrivar Ritzau. Forsetin fekk spurningin um sambandið við Iran á einum tíðindafundi við italska forsætisráðharran, sum var í hvítu húsunum mánadag. Um tey vilja hitta meg, so vil eg fegin tað, leggur Trump aftrat, men sigur samstundis, at hann ivast í, um iransku leiðararnir eru klárir til eina slíka vitjan. Í seinastuni hevur annars verið eitt sindur av glamran millum leiðararnar í londunum báðum orsakað av, at USA hevur tikið seg úr atomavtaluni við Iran. Tað var Barack Obama, fyrrverandi forsetin, sum fekk avtaluna í lag við leiðararnar í Iran. Harafturat hevur USA sett ymisk revsitiltøk í verk móti Iran, við tí fyri eygað at fáa Iran at broyta politikkin viðvíkjandi hernaðarligu bólkunum í landinum. Hóast stórar broytingar eru gjørdar í fiskivinnuni, so fylti hetta sera lítið í ólavsøkurøðuni hjá løgmanni, sigur Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýri, sum vil hava hetta lýst betri á tingfundinum í morgin, tá aðalorðaskifti verður um ólavsøkurøðuna hjá løgmanni. Sambært ólavsøkurøðu løgmans, verður arbeitt við at framskunda tunlarnar Norður um Fjall. Hetta kann tó vísa seg at verða torført, tí tað krevur, at aðrar íløgur mugu útsetast, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum. Tað er ikki so vanligt at fara eftir 24 springarum, men hildið var, at teir vóru fleiri, sigur Bjarki Magnussen, grindaformaður. Tað eru eini 20 ár síðani springarar seinast hava lagt beinini í Húsavík. Bjarki Magnussen, grindaformaður, sigur, at tekur her samanum drápið. Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýri og borgarstjóri í Klaksvík, er ikki sannførdur, tá løgmaður sigur seg arbeiða við at finna loysn um at bora tunnlarnar áðrenn upprunaligu tíðarætlanina. Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, sigur við útvarpið, at skulu tunnlarnir Norður um Fjall framskundast, so mugu aðrar íløgur útsetast. Ætlanin var at fáa fýra kommunulæknar afturat í høvuðsstaðnum, tveimum í Suðuroy, tveimum í Skálarfjarðar læknadømi, einum í Sandoynni og einum í Gøtudali. Svend Hovgaard, sum býr í Danmark, hevur stóran alsk til føroysku náttúruna. Hann ger av sínum eintingum vegleiðing til útlendingar um fisking í Føroyum. Í síðstu viku fekk hann ein skelk, tá hann saman við øðrum útlendingum fiskaði í ánni í Hvalvík. Í ánni lá deyður fiskur, og áin luktaði sterkt av olju. Hetta er ikki fyrstu ferð, at Svend Hovgaard upplivir tílíkt í føroysku náttúruni, og tí heldur hann ikki, at tað er rætt, at Føroyar geva sær ta umrøðu, at tær unspoiled . Mari í Løðuni er uppvaksin í Grønlandi, men flutti til Føroya fyri 14 árum síðani. Hon sær grønlendsk út, og hetta hevur eisini við sær, at summi fólk gera sær eina mynd av henni, áðrenn tey kenna hana. Ná, kunnu grønlendingar eisini tað Siga fólk vanliga, tá eg greiði frá, at eg eri fólkaskúlalærari. Summi fólk seta ofta grønlendingar í samband við at vera drankarar. Grønlendska samfelagið hevur trupulleikar, men Grønland hevur eisini so nógvar aðrar síður. Tær góðu søgurnar mangla at verða fortaldar, heldur Mari í Løðuni, sum er uppvaksin í Grønlandi. Tó vísir Mari á, at tað eru rembingartíðir í Grønlandi. Nýggja ættarliðið tekur í størri mun útbúgving, enn grønlendingar áður hava gjørt. Andstøðuflokkurin segði tó í gjárskvøldið, at svik er farið fram í sambandi við atkvøðugreiðsluna, og flokkurin sigur tí, at teirra valevni, Nelson Chamisa, hevur vunnið valið. Tølini, sum enn ikki eru endalig, vísa tó, at sitandi flokkurin fær ein fittan meiriluta í tjóðartinginum. Av teimum 210 sessunum í tjóðartinginum, fær sitandi flokkurin 110 sessir, ímeðan andstøðuflokkurin bert fær 41 sessir. Men hetta er sum sagt ikki heilt greitt enn. Um hvørgin av valevnunum fær meira enn 50 prosent av atkvøðunum, skulu bæði valevnini í eitt valumfar aftrat, sum væntandi verður 8. september í ár. Hetta er fyrstu ferð síðani 1980, at íbúgvarnir í landinum ikki kunnu atkvøða fyri fyrrverandi leiðaranum í landinum, Robert Mugabe. Og tað hevur sett sín dám á valluttøkuna, meta serfrøðingar sambært DR. Valluttøkan er nevniliga millum 70 75 prosent, og tað er hægri enn til seinasta val. Tað upplýsir valnevndin í landinum. Føroyska U20 landsliðið í manshondbólti er júst komið aftur til Føroya, eftir at hava luttikið í einari sonevndari B EM kapping í Makedonia. Hetta er ein kapping fyri smærri hondbóltstjóðir, ið ikki hava megnað at spælt seg til sjálvt EM endaspælið. Í kappingini endaði føroyska liðið á einum fjórðaplássi, men ein av leikarunum kom heim við einum fyrstaplássi, so at siga, tí málverjin Hørður Trygvason varð kosin at vera besti málverji í kappingini. Summarmorgun hevði eitt prát við Hørð. Í 2018 eru 1.828 nýggj akfør innflutt, og hetta er 174 fleiri akfør enn sama tíðarskeið í fjør. Teir fyrstu sjey mánaðirnar í fjør vóru 1.654 nýggj akfør innflutt. Um vit hyggja eftir innflutninginum av akførum tilsamans er nógv tann størsti parturin persónsbilar. Higartil í ár eru 1.373 persónsbilar innfluttir. Í fjør vórðu 1.194 persónsbilar innfluttir. Og tað vil siga, at vit hava innflutt 179 fleiri persónsbilar fyrstu sjey mánaðirnar í ár samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Fáar minuttir áðrenn, at messan í eini kirkju í svenska býnum Str ngn skuldi byrja, sníktu tveir menn seg inn í kirkjuna og stjólu fleiri ríkisprýði. Og í besta Hollywood slíli silgdu teir avstað í motorbáti. Ríkisprýðini eru prýdd við gulli, gimsteinum og perlum, og hava sambært svensku løgregluni eitt høgt marknaðarvirði. Tað skriva fleiri altjóða miðlar í dag. Stolnu ríkisprýðini eru frá 1611. Talan er um tvær krúnur og eitt ríkisepli, og tey hoyra til Kong Karl tann 9. og Drotning Kristinu. Christofer Lundgren, sum er dómpróstur í kirkjuni, sigur, at hetta er ein stuldur frá svenska mentanararvinum, og at ríkisprýðini eru ómetalig. Svenska løgreglan sigur, at brotsmenninir helst hava sloppið sær av við bátin og eru síðani farnir við bili. Løgreglan sigur eisini, at stuldurin møguliga er bílagdur, skilt á tann hátt, at stuldurin fór fram, tí møguligir keyparar hava víst áhuga. Eykasýningarnar til ólavsøkukabarettina eru nú í gongd. Leikarirnir, sum allir leika kabarett fyri fyrstu ferð, eru eitt sindur ov smædnir. Tað halda Sjúrður Skaale og Gunnvá Zachariassen, sum bæði hava leikt í kabarettum fyrr. Men hóast hetta var kabarettin góð ja, betri enn væntað. Tey stríðast í Müllers Pakkhúsi í Havn í hesum døgum. Leygardagin letur upp framsýningin, sum skal heiðrað listarkvinnuna Astrid Andreasen, ið fylti 70 ár í vikuni. Vit hava prátað við fyriskiparan, nøkur, ið hava latið verk til láns og ikki minst føðingardagsbarnið sjálvt sum annars ikki kann torgað føðingardagar sjálv. Tá nýggja rættargangslógin kemur, kunnu fólk, sum eitt nevningating í Føroya rætti dømir sek, royna sektarspurningin í Landrættinum. Tað kunnu tey ikki nú. Tann 25. juni fylti Elin Brimheim Heinesen 60 ár, og samstundis gav hon út nýggju fløguna, Handan stjørnurnar , sum er eitt úrval við 12 føroyskum sangum, sum ongantíð fyrr eru givnir út. Hóast Elin leingi hevur verið virkin tónleikari, hevur hon bara tvær útgávur á baki NALJA saman við Kára Linderoth Jacobsen í 1988, har tey gjørdu fimm løg hvør, og so fløguna Yndisløg Ein ferð aftur í farnar tíðir saman við Ad Libitum, sum kom út í 2010 við ymiskum kendum evergreen løgum. Tað, sum ikki skuldi henda, hendir kortini er nú aftur staðfest. Havnin er ikki til reiðar at taka allar bilarnar, sum koma til Havnar, tá Eysturoyartunnilin er liðugur. Hóast Tórshavnar kommuna og landsstýrið í oktober 2016 gjørdu avtalu um innkomuveg til Havnar, verður tann vegurin ikki liðugur, tá Eysturoyartunnilin verður liðugur. Og verri enn so. Í ískoytinum til frágreiðingina hjá løgmanni til løgtingið ólavsøkudag stendur, at neyðuga fíggingin hjá landinum er ein avbjóðing. Vegurin verður ikki liðugur, tá koyrandi er undir sjónum úr Eysturoynni. Men hann eigur ikki at verða meira enn tvey trý ár seinkaður, sigur Samferðslumálaráðið. Sambært avtaluni, sum varð gjørd í 2016, skal landið gjalda 115 milliónir krónur fyri innkomuvegin, Partafelagið Eystur og Sandoyartunlar 27 milliónir og Tórshavnar kommuna 24 milliónir krónur. Ferðslumetingar hjá Landsverki siga, at ferðslan til Havnar og úr býnum fer at vaksa 45 prosent, tá Eysturoyartunnilin letur upp í 2020. Landsstýrið sigur einki um vegirnar í Eysturoynni, sum skulu gerast í sambandi við Eysturoyartunnilin. Í Runavíkar kommunu skulu vegir gerast fyri 150 milliónir krónur, sigur býráðið. Men Landsverk mælir heldur til at gera tunnil undir Valaknúk í Gøtudali enn landsveg gjøgnum fjøruna í Runavík. Meginfelaga Føroyskra Studenta fekk nýtt ráð í síðstu viku. Ráðið hevur longu sett út í kortið, hvat tað fer at berjast fyri. Eitt nú ætlar ráðið at arbeiða fyri at fáa eina føroyska góðskutryggingarskipan. Við øðrum orðum skulu føroysku útbúgvingarnar vera partur av Bologna sáttmálanum. Ikki tað føroysku útbúgvingarnar plaga at verða góðkendar uttanlands men tað er ikki ein sjálvfylgja. Barbara Gaardlykke Apol, nýggj forkvinna í MFS, vitjaði Summartíman. Hetta skerir inn í hjartað, sigur Svend Hovgaard. Sjónin, ið hann og onnur ferðafólk komu til, tá tey fóru at fiska í ánni í Hvalvík, fær hann at skammast. Tey fóru at fiska, tó uttan úrslit, tí áin var full av olju og deyðum fiskum. Svend Hovgaard er hálvur føroyingur og hevur stóran alsk til Føroyar. Hann ger av sínum eintingum vegleiðing til útlendingar um fisking í Føroyum. Í sambandi við ólavsøkurøðuna segði Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinumi týsdagin, at tað bert eru 18 kommunulæknar ella færri í starvi, men tað er ikki rætt, sigur Heilsutrygd. Rætta talið er dags dato 24. Hergeir Nielsen, fyrrverandi tingformaður, er fegin um málningin, sum júst er komin upp at hanga í løgtinginum. Málningurin, sum er ein vangamynd av Hergeiri, hongur við síðuna av fýra øðrum málningum, sum hanga í løgtinginum. Síðani stýrisskipanarlógina verða málningar av øllum tingformonnum, sum hava sitið síðani, hongdir upp í løgtinginum. Málningin av Hergeiri hevur Jógvan Andreas á Brúnni málað. Sambært Landsverki komu boð frá landsstýrismanninum í samferðslumálum um at fara undir Fámjinstunnilin og teimum boðum fylgir Landsverk, inntil onnur boð eru komin. Landsverk hevur biðið um loyvi frá lokalu friðingarmyndugleikunum um at fara undir verkætlanina og sambært Jaspuri Vang, sýslumanni og formanni í friðingarnevndini, so verður avgerðin frá teirra síðu væntandi klár í komandi viku. Eftir tað er ein kærufreist á fýra vikur og síðan skal málið til yvirfriðingarnevndina at taka støðu til. Yvirfriðingarnevndin hevur fund aftur 20. august og kann longu tá velja at staðfesta avgerðina hjá lokalu friðingarmyndugleikunum, treytað av, at eingin kæra kemur inn áðrenn kærufreistin er liðug. Tað merkir, at Landsverk kann hava loyvi at fara undir Fámjinstunnilin longu í september ella oktober og koma eingi boð um nakað annað, so verður farið undir arbeiðið. Landsverk hevur keypt maskinur fyri millum fýra og fimm milliónir úr Noregi, ið skulu brúkast til teir smáu tunlarnar, ið tunnilsliðið skal gera. Ósemja er í samgonguni um, hvør tunnil skal koma fyrst, tann til Fámjins ella tann til Dals. Henrik Old, landsstýrismaður, hevur givið boð um at fara undir Fámjinstunnilin fyrst tí hann er skjótari at avgreiða meðan arbeitt verður víðari við Dalstunlinum. Ruth Vang, forkvinna í fíggjarnevndini, hevur hinvegin sagt, at semja var gjørd í samgonguni um, at Dalstunnilin skuldi gerast fyrst. Løgmaður hevur biðið Samferðslumálaráðið, sum varðar av arbeiðsmarknaðinum, kanna, hvussu sleppast kann undan, at arbeiðssteðgir seta lív og stór samfelagsvirði í váða, sum sagt verður í frágreiðing løgmans á ólavsøku. Óluva í Gong, forkvinna í felagnum hjá sjúkrarøktarfrøðingum, sigur, at hetta fara tey seks feløgini í Fakfelagssamstarvnum at tosa um. Í Fakfelagssamstarvinum eru Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar, Lærarafelagið, Pedagogfelagið, Havnar arbeiðskvinnufelag, Akademikarafelagið og Starvsmannafelagið. Fakfeløg, sum hava limir á strandfaraskipunum, og Fíggjarmálaráðið hava bundið seg til at hava skipini siglandi í minst 21 dagar, tá arbeiðssteðgur er, tó við skerdari ferðaætlan uttan til útoyggjarnar Svínoy, Fugloy og Skúvoy. Sakarmálið millum Fíggjarligt støðufesti og leiðsluna, sum var í Eik banka, tá bankin fór av knóranum í 2010, verður tikið upp aftur í Føroya rætti tann 27. august. Tá verða skjølini hjá grannskoðanini hjá Eik banka løgd fram, skjølini hjá grannskoðanarvirkinum Nota og Hans Laksá, grannskoðara. Tann framløgan verður sambært verandi tíðarætlan liðug í desember. Sambært tíðarætlanini verður farið undir at avhoyra teir fimm saksøktu tann 10. desember. Tey stevndu eru Marner Jacobsen, forstjóri, Bjarni Olsen, stjóri, Frithleif Olsen, nevndarformaður til 2010, Odd Bjellv g, næstformaður og seinni formaður, Hans Laksá, grannskoðari, og grannskoðarafelagið Nota. Miðað verður eftir, at stóra sakarmálið er liðugt í Føroya rætti í mai næsta ár. Fíggjarligt støðufesti stevndi í 2016 eftir 150 milliónum krónum. Teir saksøktu krevja frídøming. Rættarmálið millum Fíggjarligt støðufesti og leiðsluna í gamla Eik banka, sum byrjaði hálvan januar, varð útsett 9. april. Partarnir vildu fyrst gera seg lidnar við sakarmálið um Eik Bank í Danmark. Tað sakarmálið varð viðgjørt í Eystara landsrætti. Tann viðgerðin var liðug 26. juni. Dómur fellur tann 26. oktober. Sambært kanningini, sum fólkatingsmaður, Magni Arge hevur sent miðlunum, hevði Sambandsflokkurin verið størsti flokkur við 27,7 prosentum og Tjóðveldi næststørsti flokkur við 23,1 prosentum, um fólkatingsval var í dag. Javnaðarflokkurin hevði fingið 21,4 prosent og Fólkaflokkurin 18,5 prosent. Størstu framgongdina hevur Sambandsflokkurin, sum gongur 4,2 prosentstig fram í kanningini. Gallup hevur eisini spurt, hvønn persón fólk høvdu valt, var fólkatingsval nú. Toppskorari er Sjúrður Skaale við 17 prosentum. Men í og við at Javnaðarflokkurin gerst ov stuttur, røkkur toppskoraraheiðurin ikki til ein fólkatingsess. Næstur honum kemur Magni Arge við 11 prosentum. Síðan koma Høgni Hoydal og Edmund Joensen við 9 prosentum hvør og Kaj Leo Johannesen við 8 prosentum. Aksel Johannesen fær 3 prosent. Summarmorgun var framvið í Ullvøruhúsinum, sum aftur fær staðfest gamla navnið hósdagin í næstu viku. Tað eru Sissal Kristiansen og Jóhanna av Steinum, sum í hesum døgum leggja seinastu hond á, áðrenn latið verður upp fyri einum ævintýri, sum býður upp á nýggjar avbjóðingar fyri tær báðar tvær. Jógvan Andrias á Brúnni hevur málað portrættið av Hergeiri Nielsen, fyrrverandi løgtingsformanni. Hergeir Nielsen er sjálvur væl nøgdur við vangamyndina. Men ikki øll eru tað. Kinna Poulsen, lista ummælari, heldur, at málningurin hevur ov lítla dýpd. Málningurin minnir um eina mynd, sum mann sær úr blaðnum familie journalen , og tað er ikki nóg gott, tá talan er um alment fíggjaða list. Vit eiga at seta hægri krøv, tí við hesum signalera vit, at vit ikki duga betri enn hetta og tað gera vit jú. Málningurin av Hergeiri Nielsen hongur við liðina av fýra øðrum løgtingsformonnum. Síðani stýrisskipanarlógina verða málningar av øllum tingformonnum, sum hava sitið síðani, málaðir og hongdir upp í Løgtinginum. Tað er ymiskt, hvør málarin hevur verið. Siðvenja er, at løgtingsformaðurin sleppur at taka lut í avgerðini um, hvør skal mála seg. Hon vísir á, at hetta eisini kann verða trupulleiki, tí løgtingsformenninir eru ikki altíð skikkaðir til at meta um hetta. Harafturat kann vina og kenningarpolitikkur eisini koma fyri. Kinna Poulsen vísir á, at tað eru nógv dugnalig listafólk í landinum, ið hava førleikar og útbúgving. Tí heldur hon lítið um, at amatørarar verða valdir framum yrkislistafólkini, at mála málningin. Tá eingin umkoyringarvegur omanfyri Runavík, Saltangará og Glyvrar er í væntu, mælir Runavíkar kommuna til, at Løgtingið játtar fígging á hálvtannað hundrað milliónir til innkomuveg framvið sjóvarmálanum í 2019. Tað skrivar Runavíkar kommuna í nýggju frágreiðingini nevnd Eysturoyartunnil og innkomuvegur í Runavík , ið tey hava handað Løgtinginum. Tað er ein ógvuliga stór upphædd, men tað er kostnaðurin fyri allar verkætlanina, sum kommunan mælir til og tað, sum kommunan í veruleikanum vil, er at fáa vissu frá løgtinginum fyri, at trupulleikin verður tikin í álvara og at ein loysn verður funnin, sigur Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu. Tá tað eydnast at raka nakað alment menniskjasligt við einum sjónleiki, er sjóvar sjónleikurin okkum saman, tí vit kenna okkum aftur í tí, sum vit sígja á pallinum. Uppsetingin Veitlsan alias Festen , sum Marita Dalsgaard hevur leikstjórnað, rakti ein nerva við sínum norðurlendska hópi á donsku teatursenuni, og tað gav leikinum serprísin hjá Copenhagen Culture, sum verður latið einum leiki, sum ger mun. Marita Dalsgaard er fyrsti føroyski leikstjóri, sum hevur vunnið eina virðisløn fyri leikstjørn í Danmark. Veitslan varð framførd eina ferð á Betty Nansen Teatrinum í Keypmannahavn í juni í ár í sambandi við Copenhagen Stage festivalin. Sjónleikurin byggir á danska filmin Festen, sum Thomas Vinterberg gjørdi í 1998. Marita Dalsgaard hevur gjørt nýggju palltulkingina, sum hevur sjónleikarar úr Føroyum, Íslandi og Grønlandi. 13 leikir vóru innstillaðir til heiðurslønina, sum varð latin Veitsluni. Veitslan hevði frumframførslu í Løkshøll í Runavík í 2015. Hálvan februar segði hann við Útvarpið, at flakavirkið í Miðvági, sum varð keypt í mai í fjør, bleiv klárt um tríggjar fýra vikur, tað er í mars í ár. Fyrst skal ein hálvur golfvøllur við nýggju holum byggjast, men møguleiki skal eisini verða, at útbyggja hann til ein fullan vøll við átjan holum. Tað samtykti Tórshavnar býráð í november mánað í fjør. Fyrsta skuldi ein umsókn sendast av nýggjum til Búnaðarstovuna um leigu av einum øki á Glyvursnesi, ið er 270.000 fermetrar til støddar. Málið er framvegis ikki komið longur enn tað og samráðingar eru enn við bóndan og Búnaðarstovuna um endurgjaldið til bóndan, fyri mist øki. Fyri einum ári síðani var ætlanin, at ein golfvøllur skuldi standa klárur um trý ár. Tann tíðarætlanin er nú útsett eitt sindur og tey, ið spæla golf mugu nokk brynja seg við toli í nøkur ár afturat. Andstøðan, við Sjálvstýri sum undantaki, valdi Jenis av Rana úr Miðflokkinum í Norðurlandaráðið. Bill Justinussen, eisini úr Miðflokkinum, er varalimur hjá honum. Klokkan var næstan hálvgum níggju í gjárkvøldið, tá orðaskiftið í løgtinginum um frágreiðingina hjá løgmanni, sum hann gav tinginum ólavsøkudag, varð liðug. Fyrra hálvár 2018 royndist so væl hjá BankNordik samtakinum, at vónirnar um nettoúrslitið fyri alt árið eru betri enn upprunaliga væntað. Stóri munurin er í inntøkunum, sum bara eru einaferð. Tær eru 12 milliónir í øðrum ársfjórðingi, men vóru 76 milliónir í fyrsta ársfjórðingi, millum annað tí tá blivu partabrøvini hjá BankNordik í BI Holding í Danmark 21 milliónir krónur meira verd fyri skatt. BI Holding, Bank Invest samtakið, boðaði frá, at virðið á partabrævinum var ásett øðrvísi enn fyrr, tað er størri nú. Fiskimálaráðið hevur í gjár staðfest avgerðina hjá Vørn um, at útlendsku eigararnir ikki sleppa at hækka partapeningin í P f Kósini Tann 19. mars í ár kærdi P f Kósin at Vørn noktaði P f Kósini at hækka partapeningin soleiðis, at allir eigarar eisini útlendsku eigararnir í P f Kósini hækkaðu sín partapening. Kærarin leggur dent á, at útlendski eigaraluturin ikki hækkar lutfalsliga, og at tað tí ikki eigur at vera ein trupulleiki, tá lógin um fyrisiting av sjófeingi einki sigur um kapitalhækking í verandi partafeløgunum, og eigaraluturin hjá útlendska eigaranum ikki fer uppum ein triðjing. Sambært grein 9 stk. 3 í lógini um fyrisiting av sjófeingi, kunnu feløg við útlendskum eigaraskapi, ið eru í vinnuni, tá lógin kemur í gildi, halda fram til 2024 við ávísum treytum. Vørn metti í síni niðurstøðu frá 16. mars, at endamálið við lógini er, at eingin nýggjur útlendskur eigarpartur skal vera í føroyskum fiskiførum frá tí degi, at lógin kemur í gildi, og skilir sostatt ikki ímillum, um hækkingin av partapeninginum er lutfalsliga tað sama ella ikki. Endamálið við grein 9 er at geva útlendingum eitt hóskandi tíðarskeið at enda síni fíggjarligu viðurskifti í feløgum, sum bjóða upp á rættindi at veiða, hava ræði á rættindum at veiða ella gagnnýta rættidi at veiða aftaná gildiskomu lógarinnar, og ikki at økja um hesa. Vísast kann sum dømi til s. 30 í teimum generellu viðmerkingunum, har greitt stendur, at ein seks ára skiftistíð verður ásett fyri útlendskan ognarskap at minkast burtur . Vísindasøgurnar í hesu sending eru um At smør er sunnari at nýta í matgerð enn plantuoljur. At astronomar halda at har er ein tígginda gongustjørna har úti onkustaðni. At ljós ávirkar tunglyndi. At granskarar hava kannað hvat feilar Darth Vader. At samband ikki er millum mettað feitt og hjarta og æðrasjúkur. Og so fáa vit eisini at vita hvussu ofta seingjarklæðini skulu vaskast. Tí er einasti møguleikin at fara undir jørð, heldur borgarstjórin. Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, væntar, at Runavíkar kommunu fær somu treytir sum Tórshavnar kommuna, tá ætlaði innkomuvegurin skal gerast fyri 136 milliónir krónur nevniliga, at landið rindar 86 prosent, og kommunan rindar 14 prosent. Landsstýrið fer at halda seg til avtaluna, sum hon sær út nú, sjálvt um danska Uttanríkisráðið ætlar at fáa avtaluna at samsvara við heimildirnar hjá landsstýrinum í Føroyum og Grønlandi. Um USA av álvara fer at gera nakað við hóttanina um at økja tollsatsin á fleiri kinesiskar vørur, so gera vit tað sama. Soleiðis segði kinesiska stjórnin seinnapartin í gjár. Tað skriva fleiri altjóða miðlar. Kina hevur ætlanir um at seta toll á amerikanskar vørur fyri umleið 60 milliardir dollarar sum svar upp á toll hóttanina hjá Donaldi Trump í vikuni. Ætlanin hjá amerikanska forsetanum hevur leingi verið at seta 10 av tolli á fleiri kinesiskar vørur. Men í vikuni segði amerikanski forsetin, at hann umhugsar at økja tollsatsin upp í 25 . Tað svarar til áleið 200 milliardir dollarar. Tað er enn ikki greitt, um hóttanin hjá Trump verður veruleiki ella ikki, men nú hevur Kina svarað aftur og sostatt er handilskríggið millum londini bæði als ikki kølnað. Lógin, sigur, at øll tey, ið bera niqab, burka ella falskt skegg í almenna rúminum í Danmark fáa 1.000 krónur í bót. Og nú eru tvær kvinnur so longu tiknar fyri at bera niqab. Danska løgreglan sigur sambært Politiken, at tey ikki ynskja nakran ruðuleika tá vit síggja onkran við niqab ella burka biða vit viðkomandi lata seg úr turriklæðnum ella fara heim, sigur løgreglan við Politiken. Hilmar Eliasen, stjóri í Standferðsluni, sigur við Kringvarpið í morgun, at eitt lítið hol kom á skipið, og at tað tí fór at leka eitt sindur. Kanningar skulu tí gerast í dag og væntandi eisini næstu dagarnar, men enn veit stjórin ikki júst, hvussu álvarsligur skaðin er, ella nær Teistin fer at sigla á Skopunar og Hestleiðini aftur. At Teistin ikki siglir merkir, at annað skip skal røkja siglingina. Í gjár sigldi Ternan fyri Teistan, men sambært heimasíðuni hjá Strandferðsluni, røkir Ternan Nólsoyar siglingina, sum hon skal í dag. Í staðin verður tað Sam, sum fer at sigla millum Gomlurætt og Skopun og Hest. Sildberin fer síðani at røkja leiðina til Kalsoyar, ímeðan Súlan fer at røkja leiðina til Skúvoyar. Hetta altso tí, at Teistin skal á beding. Teistin rendi á land í Skopun í gjár eitt lítið hol kom á, og eitt sindur lak inn. Men hann verður væntandi klárur í kvøld, og fer at sigla aftur í morgin, sigur Hilmar Eliasen, stjóri í Strandferðsluni. Á heimasíðuni hjá Strandferðsluni stendur, at Sam fer at røkja siglingina hjá Teistanum í dag. Sildberin fer síðani at røkja leiðina til Kalsoyar, ímeðan Súlan fer at røkja leiðina til Skúvoyar. Men hetta verður ivaleyst bara til í morgin, tá Teistin væntandi fer at røkja Skopunar og Hestleiðina aftur. Benny Nielsen úr Hoyvík vann 3,4 milliónir krónur í Gekkinum í gjárskvøldið. Hann keypti fýra gekkar í Á í Sørvági, valdi at seta allar pengarnar í gula leypin og vann sostatt allan gekkin. Og tað var ein sera glaður og troyttur gekkavinnari, sum vit høvdu í útvarpsstovuni fyrr í dag. Hoyr samrøðuna við Benny Nielsen her. Mike Pompeo, amerikanski uttanríkisráðharrin, er saman við øðrum ráðharrum og embætisfólkum á eini trygdarráðstevnu, sum er í Singapore um vikuskiftið. Og tað er serliga eitt evni, sum hevur fylt nógv á ráðstevnuni. Ein nýggj og loynilig frágreiðing hjá ST er júst komin undan kavi, sum avdúkar, at Norðurkorea helst ongar ætlanir hevur um at minka sítt kjarnorkuvirksemi. Tað hevur annars verið ætlanin, at Norðurkorea skal minka um sítt kjarnorkuvirksemi. Tað var nevniliga avtalað á fundinum millum Donald Trump, forseta, og Kim Jong un, norðurkoreanska leiðaran. Orð sum fantastisk og søguligt , vórðu brúkt, tá Donald Trump, forseti, og norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong un, hittust í juni mánaði í Singapore. Men sambært frágreiðingini tykist at vera langt eftir á mál. Mike Pompeo, sum er uttanríkisráðharri í USA, sigur í dag sambært tíðindastovuni AFP, at tað er umráðandi at leggja áhaldandi fíggjarligt og diplomatiskt trýst á Norðurkorea fyri at røkka einum endaligum úrsliti, sum Norurkorea hevur lovað. Hann hitti norðurkoreanska uttanríkisráðharran, Ri Yong Ho fyri løtu síðani á ráðstevnuni, og tá góvu teir hvørjum øðrum hondina og avtalaðu ein fund millum sín, veit BBC at siga. Harumframt læt Pompeo norðurkoreanska ráðharranum eitt bræv frá Donaldi Trump, forseta, at geva Kim Jong un. Tað er tó ikki greitt, hvat stendur í brævinum. Sjálvt um ein norðurkoreansk minking av kjarnorkuvirksemi var snúningsdepilin á fundinum millum Donald Trump og Kim Jong un, tá teir hittust tann 12. juni í ár, er nógv sum nú bendir á, at júst tað ikki verður veruleiki. Í farnu viku kom undan kavi, at amerikanska fregnartænastan hevur ítøkiligan mistanka um nýggja framleiðslu av rakettum í býnum Sanum dong í Norðurkorea, har einaveldið fyrr hevur framleitt rakettir, sum røkka yvir til amerikanska fastlandið. Og so hevur Mike Pompeo gjørt púra greitt, at hann heitir á øll lond í Asia um at halda á fram við revsitiltøkum mótvegis Norðurkorea. Flogfelagið SAS, sum millum annað flýgur til Føroya, hevur ikki bara trupult við at røkja Føroyaleiðina. Norska kringvarpið NRK sigur, at teir báðar seinastu mánaðirnar hevur SAS avlýst omanfyri 700 fráferðir. Sambært NRK hevur SAS havt trupult við at manna flogførini, teimum vantar bæði flogskiparar og flogternur. Forstjórin sigur somuleiðis, at tey hava havt trupulleikar við eini ferðslustýrisskipan, nýggj flogfør, sum eru bíløgd, eru seinkaði og flogskiparar, hava sagt seg úr starvi. Vit skulu tó rokna við, at tað ganga nakar vikur, áðrenn viðurskiftini hjá SAS eru komin aftur í rætt lag. Tonje Sund er samskiftisfólk hjá SAS og sigur við NRK, at tey arbeiða av øllum alvi við at loysa trupulleikarnar, men at tey ikki hava fingið bilbukt við alt frá degi til dags. Í Congo hevur ebola gjørt nógv um seg í fleiri umførum gjøgnum árini. Og tá ið heilsumyndugleikarnir halda seg hava fingið tamarhald á vandamiklu smittuni, so er eitt nýtt útbrot á veg. Umleið ein millión íbúgvar flýggja úr býnum, Nordkivu, har ebola er funnið, tí herurin ger nógv um seg har. Harafturat er økið skógarøkið. Og tað kann hava við sær, at smittan fer at breiða seg óvanliga skjótt, sigur WHO. Tey, ið fáa sjúkuna, fáa høgan fepur, høvuðpínu, spýggja, og byrja at bløða í húðini og innaru gørnunum. Deyðatilburðirnir eru sera nógvir. Sambært WHO doyr umleið helvtin at teimum, ið fáa sjúkuna. Landsstýrið fer at seta 6 milliónir krónur av í tíðarskeiðnum 2018 2019 til eina nýggja endurvenjingarmiðstøð í Klaksvík. Talan er um eina heilt serliga endurvenjingarmiðstøð, og tørvurin er stórur, sigur Heri Ellingsgaard, stjóri í Klaksvíkar sjúkrahúsi. Hoyr innslagið omanfyri. Sálmarnir 328 Hesin er dagurin, Guð hevur sett, 470 Kom, friður av himni, í hjørtuni inn, 62 Tú, Harri Krist, mín frelsa vist, 461 Til andans stóru náðifest, 134 Rita navn títt mær í hjarta. Videomyndir hjá almenna kringvarpinum í Venesuela, VTV, vísa Maduro og konu hansara brádliga hyggja upp í luftina, meðan forsetin heldur røðu. Síðani hoyrist ein spreinging, mannamúgvan spjaðist og trygdarfólk sláa ring um forsetan. Sjey fólk vóru særd, men forsetin sjálvur slapp snikkaleysur. Mótstøðufólk hjá Maduro siga, at seinasta valúrslitið var falsað, og Maduro forseti ákærir høgrasinnaðar kreftir fyri at hava framt álopið á seg. Eisini ákærir hann Kolumbianska forsetan Juan Manuel Santos fyri at hava havt ein fingur við í spælinum, men Kolumbianskir myndugleikar siga, at ákærurnar eru ógrundaðar. Venesuelar, búgvandi í USA, skulu sambært forsetanum eisini havt verið við til at framt álopið, og tí sendir Maduro nú Donaldi Trump forseta eina áheitan um at steðga høgravíðgongdum Venesuelskum terroristum í USA. Sambært Venesuelska samskiftisráðharranum, Jorge Rodriguez, komu spreingingarnar frá fleiri dronum, sum brustu nærhendis røðarapallinum hjá forsetanum og ymsastaðni í skrúðgonguni. Klaus Kaiser, danskur vinnubúskaparfrøðingur, sigur við DR, at tá ið hitin rakar primervinnuna, so verða prísir á rávørum hægri, og so dýrka virkaðar vørur eisini. Tað fara tey, sum keypa inn í handlum at merkja, sigur hann. Og tað sær ikki frægari út frá altjóða sjónarhorninum. Prísurin á hesum slagi av matvørum er stórt sæð tann sami allastaðni, sigur Klaus Kaiser. Hvussu nógv vørurnar kunnu dýrka í Danmark torir Klaus Kaiser tó ikki at spáa um. Eitt varligt boð frá Nils Rasmussen, stjóra í ráðgevarafyritøkuni Patriotisk Selskab, er at prísurin á vørum, til dømis einum pakka av havragrýni kann fara upp við eini krónu og at eitt breyð kann dýrka við 25 oyrum. Møguleiki er fyri, at brúkarin fer at síggja stóran prísvøkstur, tí fyrr hava handlarnir tránýtt matvørukreppur at hækka prísin óneyðuga nógv, sigur Klaus Kaiser við DR. Turkurin í Evropa hevur ikki bara negativa ávirkan. Meðan framleiðslan av brokkoli, blomkáli, eplum er minkað, er framleiðslan av majs, súreplum, perum, agurk, tomatum økt upp í 20 prosent, tí hesar vørurnar tola nógvan hita og sól. Majs og súreplasesongirnar eru framskundaðar av góða veðrinum, og tí kunnu fólk eisini rokna við, at einstakar vørur gerast bíligari. Júst hvussu hitin í Evropa at ávirkar matvøruprísirnar í Føroyum sigur søgan einki um, men nógv flestu matvørurnar, sum Føroyar innflyta koma úr Evropa, serliga Norðurevropa, sambært Hagstovuni. Í 2017 komu heili 44 prosent av matvørum úr Danmark. Nummar tvey á listanum var Týskland við 8 prosentum og nummar trý Ísland við góðum 5 prosentum. Síðani komu Bretland, Holland, Svøríki, Spania, Italia, Pólland og Frakland. Tað heldur Óluva Klettskarð, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, sum hevur sett Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, fyrispurning í løgtinginum eftir grein 52 í tingskipanini. Løgtingskvinnan spyr um løgtingsval hjá útisetum kann gerast smidligari hátt enn við brævatkvøðu, eitt nú um til ber at hava valstøð har, sum hundraðtals føroyingar er í útbúgving. Tjóðveldi á Fólkatingi hevur fingið fígging til at talgilda føroysk skjøl, sum seinni skulu flytast til Føroyar. Arbeiðið er farið í gongd. Arbeiðið verður samskipað saman við Ríkissavninum, Jógvan Isaksen á Arnamagnæanska instituttinum og Sámal Tróndur Finnson Johansen á Tjóðsavninum. Hósdagin verður móttøka í nýggju hølunum á Glasi. Og talið av arbeiðsfólki er næstan tvífaldað nú móti endanum, soleiðis at bygningurin kann verða klárur til skúlabyrjan. Men alt verður ikki liðugt, tá skúláárið byrjar, sigur Evald Kjølbro, stjóri á Landsverki. Jóan Símun Edmundsson javnaði í dystinum millum Heidenheim og Arminia Bielefield í 2. bundesligu, ið er næstbesta deidlin í týskum fóltbólti. Heideinheim legði seg annars á odda í 44. minutti. Bert ein minutt seinni javnaði føroyski landsliðsáleyparin og skoraði har við fyrsta føroyska málið nakrantíð í bundesliguni. Við málinum hevur Jóan Símun Edmundsson fingið best møguligu byrjanina uppá fótbóltstilveruna í næstbestu deildini í Týsklandi. Ein yrkisfótbóltstilvera, sum byrjaði í Newcastle fyri 10 árum síðani og umvegis donsk og norsk feløg og ein lítlan steðg í Havna bóltfelag, nú er endað í Bielefeld, í Týsklandi. Jóan Símun Edmundsson javnaði í dystinum millum Heidenheim og Arminia Bielefield í 2. bundesligu, ið er næstbesta deidlin í týskum fóltbólti. Heideinheim legði seg annars á odda í 44. minutti. Bert ein minutt seinni javnaði føroyski landsliðsáleyparin og skoraði har við fyrsta føroyska málið nakrantíð í bundesliguni. Við málinum hevur Jóan Símun Edmundsson fingið best møguligu byrjanina uppá fótbóltstilveruna í næstbestu deildini í Týsklandi. Ein yrkisfótbóltstilvera, sum byrjaði í Newcastle fyri 10 árum síðani og umvegis donsk og norsk feløg og ein lítlan steðg í Havna bóltfelag, nú er endað í Bielefeld, í Týsklandi. Jóan Símun Edmundsson javnaði í dystinum millum Heidenheim og Arminia Bielefield í 2. bundesligu, ið er næstbesta deidlin í týskum fóltbólti. Heideinheim legði seg annars á odda í 44. minutti. Bert ein minutt seinni javnaði føroyski landsliðsáleyparin og skoraði har við fyrsta føroyska málið nakrantíð í bundesliguni. Við málinum hevur Jóan Símun Edmundsson fingið best møguligu byrjanina uppá fótbóltstilveruna í næstbestu deildini í Týsklandi. Ein yrkisfótbóltstilvera, sum byrjaði í Newcastle fyri 10 árum síðani og umvegis donsk og norsk feløg og ein lítlan steðg í Havna bóltfelag, nú er endað í Bielefeld, í Týsklandi. Tað er serliga tørvurin á støðugari arbeiðsmegi á fiskavirkjum, eitt nú hjá Royal Greenland, sum er orsøkin til stóra vøksturin av kinesarum í Grønlandi. Blaðið Sermitsiaq vísir til tøl frá grønlendsku hagstovuni, sum siga, at tað 1. juli í ár búðu 65 kinesarar í Grønlandi. Um somu tíð í fjør búðu 35 kinesarar í Grønlandi. Árini frá 2011 til 2016 var talið millum tíggju og 15. Sermitsiaq hevur eitt yvirlit yvir útlendingar frá grønlendsku hagstovuni, sum tó ikki fevnir um danir og føroyingar, men hetta yvirlitið sigur, at tað eru fólk úr Filipinunum, sum er best umboðað í Grønlandi. Tey eru 238 í tali. 161 fólk úr Teilandi búgva í Grønlandi, 136 íslendingar, 82 sviar og so 65 kinesarar, 59 norðmenn og 47 týskarar. Gunvá við Keldu, sum er í Fólkaflokkinum og minnilutanum í býráðnum í Klaksvík, skrivar, at vandamiklu avleiðingina av at vera bæði í løgtinginum og borgartjóri síggja vit nú enn einaferð. Hetta tykist broytt við sitandi býráðsleiðslu, skrivar hon og finst at Jógvani Skorheim, borgarstjóra, og varaborgarstjóranum, Signhild Johannesen, nú trolarin Sjúrðarberg varð seldur av landinum og 25 menn mistu arbeiðið. Gunvá við Keldu finst at tí, sum varaborgarstjórin skrivaði um Sjúrðarberg í einum uppslagi á Facebook. Sambært varaborgarstjóranum er tað eingin vanlukka, at trolarin er seldur, tí skipanir eru, millum annað ALS, sum lofta teimum, sum vóru við Sjúrðarbergi. Gunvá við Keldu sigur, at hon er púra ovfarin og kløkk av líkasælu borgarstjórans og hugmóðigu útsøgnini hjá varaborgarstjóranum á Facebook. Og hetta eru fyribilstøl, tilbúgvingarmyndugleikkarnir rokna við, at talið fer at vaksa, tí bjargingarfólk enn ikki eru komin til øll øki, sum eru rakt. Hetta er annar jarðskjálvtin, sum rakar Lombok innan fyri eina viku. Farna sunnudag var ein jarðskjálvti máldur til 6,4 á rictherstiganum. Tá doyðu 17 fólk og omanfyri 1000 hús vórðu oyðilagd ella fóru sera illa. Oljan.fo skrivar, at føroyska undirtøkan í ár var ov lítil til at hava sjálvstøðugan landabás á messuni ella slupp og tjald á bryggjuni á Stavanger, sum siðvenja annars hevur verið. Oljuportalurin staðfestir, at vantandi lønandi fund á føroyska landgrunninum er høvuðsorsøkin til, at Føroyar fyri fyrstu ferð í 26 ár ikki eru við á ONS. Leif Johan Sevland, sum er stjóri fyri oljumessuna og fyrrverandi borgarstjóri í Stavanger, sigur við oljan.fo, at hann harmast, at Føroyar ikki eru við í ár. Føroyar hava verið eitt týðandi íkast tey seinastu mongu árini. Tit hava verið sera sjónlig og hava megnað at marknaðarføra Føroyar mótvegis ídnaðinum á ein týðandi hátt, sigur hann millum annað við oljan.fo. Frikadellupylsan er eisini seld í Føroyum, sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan, sum gevur teimum, sum hava keypt vøruna, tey ráð at lata hana aftur har, hon er keypt, ella beina hana burtur. Orsøkin til, at frikadellupylsan verður mett at vera óegnað til matna, er, at gassgerð er í pakkunum og týðir hetta á óætlaðan mikroorganismuvøkstur. Men hóast hesi tølini kanska tykjast ógvuslig, vísa hagtøl, at tað eru 30 færri skottilburðir í ár samanborið við í fjør og talið av morðum er somuleiðis minkað við 25 . Sum nú er, verða 1,5 milliónir krónur latnar til kommunurnar at geva kunningarstovunum. Men frá 1. januar 2019 verður eingin stuðul latin. Tá kunnu kommunurnar søkja um pening úr eini pulju á tvær milliónir krónur tilsamans, sum er ætlað vinnuligum og kommunalum ætlanum hjá kommununum. Tó vísir borgarstjórin á, at tað er ein fyrimunur, at stuðul verður latin kommununum, soleiðis at tær kunnu menna karmarnar kring vaksandi ferðavinnuna í Føroyum. Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu, fegnast um nýggju skipanina, tí hon leggur upp til, at landið og kommunurnar loysa uppgávurnar í felag. Men Sunda kommuna hevur niðurraðfest sína kunningarstovu og hevur í dag bert eina heimasíðu. Harafturímóti er kunningarstovan í Sørvági sera virkin, sigur Aim Jacobsen. Og tí er vansin, at kunningarstovuvirksemið í Sørvági og kring alt landið fer at minka munandi, sigur borgarstjórin í Sørvágs kommunu. Í hølum felagsins í Stiðjagøtu í Havn er gott pláss, og tað hava klædnainnsavnararnir fyri neyðini, tí hvørja viku koma 200 sekkir av endurnýtsluklæðum um borðið hjá teimum, sum antin verða seld í búðunum hjá Reyða Krossi. Sunda kommuna hevur nú staðfest, at áin og áarbakkin í Hvalvík eru dálkað av olju, men tað er óvuliga lítið sum liggur eftir og tí er ikki nógv, sum kommunan fær gjørt við tað nú. Tað sigur Súni Christiansen, tekniskur leiðari í Sunda kommunu. Talan er um dálking, ið er komin av sjónum og er farið niðan í ánna. Tað vísa kanningar, ið tilbúgvingin í Sunda kommunu hevur gjørt. Staðfestast kann tó ikki júst hvar oljan kemur frá og hvussu nógv olja talan er um. Tað mesta av oljuni er dampað burtur og nú er nøgdin somikið lítil, at einki meira verður gjørt við oljuna, sum dampar burtur av sær sjálvum. Súni Christiansen sigur, at hevði kommunan fingið fráboðan um dálkingina fyrr, so kundi meir verið gjørt við hana og kanska fyribyrgt henni. Frítíð og náttúra fer í dag ein túr úr Hvalvík eftir gøtuni til Kvívíkar og Vestmanna saman við Gunnari Joensen í Hvalvík, men fyrst dvøja vit niðri á oddi og tosa um pálmapílin í Streymnesi og í Hvalvík. Magni Højgaard, leiðari á sosialu deild hjá Bláa Krossi, vitjar Summarmorgun í samband við nýggja sangin og videolagið, Hey , sum Maria á Lakjuni og Jens Marni Hansen syngja. Lagt tónleikin til rættis og upptikið Hans Poulsen. Føroyskað Ásbjørn Berthelsen Sjónband. Klipt føroysku sjónbandaútgávuna Villiam Joensen. Samskipari Blái Krossur Føroya Kanningin vil vera við, at nakrir næmingar til dømis aftra seg við at rætta hondina upp og seta býttar spurningar, tí teir halda, at tað kann forða fyri at fáa próvtalið 10 ella 12. Í staðin siga næmingarnir heldur tað, sum teir halda, lærarin vil hoyra og kenna teir ikki svarið, tiga teir heldur enn at spyrja. Hetta er ikki gott fyri undirvísingar og læruumhvørvið, sigur Noemi Katznelson, professari, sum er leiðari fyri Center for Ungdomsforskning við JP Próvtals strembanin viðførir eina ógvuliga strategiska tilgongd hjá næmingunum. Teir hugsavna seg rætt og slætt um at fáa bestu próvtølini. Teir vilja vísa læraranum og látast, at teir eru áhugaðir og duga eitt fak, sigur Noemi Katznelson. Frágreiðingin vísir eisini, at karakterstrembanin kann føra til eina avriks og perfektiónsmentan, har nakrir næmingar verða sæddir sum vinnarar og aðrir sum taparar, tí ein miðalgóður karakterur ikki er nóg góður. Center for Ungdomsforskning mælir við støði í frágreiðingini til, at ein nevnd verður sett at endurskoða og broyta skipanina við karakterum. Umsóknir verða viðgjørdar, so hvørt tær verða móttiknar. Tað ræður um at skunda sær, sigur Fróðskaparsetrið á heimasíðuni, tí tann, ið søkir fyrst, fær fyrst bjóðað lestrarpláss. Tøku bachelor útbúgvingarnar eru í føroyskum, í søgu, samfelagsvísindum, havlívfrøði, mýlalívsvísindum og vistfrøði. Tøk hjánám eru í føroyskum, politikki og umsiting, sosialvísindum og samfelagsfrøði og søgu. Harumframt eru eisini tøk lestrarpláss á fleiri masterútbúgvingum Tað er í søgu, politikki og umsiting, sosialvísindum, løgfrøði og heilsuvísindum. Vandin við nýggju skipanini er, at smærri aktørar nir fara at detta niður ímillum, sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs kommunu. Í suðri hevur skipanin verið soleiðis, at tann stuðulin, sum kunninarstovurnar hava fingið, er koyrdur í Suðuroyar ferðavinnufelag saman við stuðli frá kommununum. Smærri aktørarnir hava síðani havt møguleika at søkja um pening úr felagnum til ymisk ferðavinnuátøk. Men í staðin fyri at loysa uppgávurnar lokalt, skulu umsóknirnar nú til Havnar at taka støðu til, og tá er vandi fyri, at smærri aktørarnir detta niður ímillum, sigur Dennis Holm. Dennis Holm fegnast um, at menningin av ferðavinnuni innanlands kemur á breddan. Hann sigur tó, at størri fígging má til, skulu vit síggja ein veruligan mun. Og hann finst at, at heldur enn at brúka pening upp á at menna ferðavinnuna innanlands í Føroyum, verður orkan løgd í at branda Føroyar sum ferðafólkaland. Teitur Samuelsen, stjóri í tunnilsfelagnum, sigur at felagið nú bíðar eftir eini góðkenning frá Búnaðarstovuni til ætlanina, men at Tórshavnar kommuna hevur hevur samtykt hana. Tórshavnar kommuna hevði ætlanir um eitt bústaðarøki á Velbastað, men tað var ikki stór undirtøka fyri tí, og tann ætlanin var slept. Byggifyritøkan J og K Petersen hevði eitt uppskot um at nýta grótið til at gera eitt nýtt ídnaðarøki á Velbastað. Størsti parturin av grótinum, sum kemur upp á Streymoynni, skuldi brúkast til ta verkætlanina. Tekniska umsitingin hjá Tórshavnar kommunu hevur mælt til at geva loyvi til ætlanirnar, og tí tilmælinum hevur byggi og býarskipanarnevndin eisini valt at fylgja. Higartil eru tær ætlanir tó ikki komnar longur enn tað. Eitt uppskot kom úr Kirkjubø, at fylla í aftur økið millum Kirkjubøhólman og landið. Men Kirkjubøar og Velbastaðarnevndin mælti heldur til at brúka grótið til eina bakkaverju framman fyri kirkjuna í Kirkjubø. Tórshavnar kommuna samtykti eisini at taka undir við teimum ætlanunum, men friðingarnevndin má taka undir við tí, áðrenn farast kann undir tað arbeiðið. Seinasta uppskotið er so uppskotið frá tunnilsfelagnum um at tyrva grótið í einum øki norðanfyri vakstrarhúsið á Velbastað. Higartil er tað tað einasta uppskotið, ið ítøkiliga verður arbeitt víðari við í løtuni. Jákup Dam, virkandi formaður í Byggi og Býarskipanarnevndini, sigur, at kommunan hevur samtykt ætlanirnar hjá tunnilsfelagnum at tyrva grótið, men hevur samstundis tryggja sær, at grótið kann nýtast á annan fullgóðan hátt. Søkt verður av nýggjum, tí bara ein umsókn kom, tá ið freistin seinast var úti. Nú er freistin at søkja at starvið sett at vera tann 3. september. Varastjórin við læknafrøðiligari bakgrund verður ovasti ábyrgdarhavandi læknin í føroyska sjúkrahúsverkinum og mannar saman við sjúkrahússtjórunum og varastjórunum annars leiðsluna í sjúkrahúsverkinum. Varastjórin skal optimera samlaða virksemið í sjúkrahúsverkinum, umframt at viðkomandi skal tryggja miðvísa menningartilgongd og góðskutrygging, stendur í lýsingini. Umframt at vera varastjóri fyri alt sjúkrahúsverkið, skal tann setti eisini vera læknafakligur ráðgevi og sparringspartnari fyri Heilsumálaráðið. Í mai var Brimil tvær ferðir eftir Smaragd. Fyrru ferðina hevði trolarin maskinskaða, seinnu ferðina hevði hann fingið um skrúvuna. Seks menn fingu dóm í fylkisrættinum í Grønlandi. Ein maður varð dømdur fimm ár og átta mánaðar revsing fyri at hava smuglað hassj, framt harðskap og hótt fólk. Hinir fimm fingu allir fimm ára revsing. Ein kvinna er eisini dømd í málinum. Hon trý ár og níggju mánaðar revsing fyri at hava hjálpt til at smugla smá 30 kilo av hassji. Tey sjey dømdu í málinum hava ikki tikið støðu til enn, um tey kæra dómin, sigur altso grønlendska kringvarpið. Tey hava tvær vikur at taka støðu til tað. Frammanundan hevur hann rindað fyri fleiri líknandi bøtur í eitt nú Frankaríki og Belgia, har lógir, ið minna um nýggju donsku lógina, eru í gildi. Rachid Nekkaz sigur við Berlingske, at hann rindar bøturnar, tí tað er ein mannarættur sjálvur at gera av, hvørjum klæðum tú ert í. Onkrar av hesum kvinnunum liva nú avbyrgdar og í einsemi. Soleiðis var tað ikki áðrenn. Politikararnir halda, at teir hava gjørt kvinnunum eina tænastu, men her er talan um eina bjarnatænastu, sigur hann við Danmarks Radio. Á Skúlatrøð í Klaksvík fara 60 børn í fyrsta flokk, og 47 børn fara í skúlan á Argjahamri. Hetta eru størstu skúlarnir, tá ræður um fyrsta flokk, men aðrir skúlar eru næstan eins stórir. Í 19 skúlum er talið á teimum, sum fara í fyrsta flokk, minni enn 10. Í tveimum skúlum byrjar bara ein næmingur, skrivar Skúlablaðið. Næsta skúlaár verða 83 næmingar í serflokki, og serflokkarnir eru níggju í tali. Størsti serflokkurin er í skúlanum á Fløtum í Havn, har verða 30 næmingar skúlaárið, sum júst er byrjað tann 1. august. Í skúlaárinum, sum av álvara byrjar í næstu viku, eru 6.944 næmingar í fólkaskúlanum. Teir vóru 6.864 í fjør, skrivar Skúlablaðið. Fyri nøkrum árum síðani, í 2011, táttaði fólkatalið í 57.000, men síðani er íbúgvaratalið á heimsins størstu oyggj minka spakuliga, soleiðis at tað í dag eru sløk 1000 fólk færri. Borgarstjórar eru ikki heilt samdir um, hvat teir halda um nýggju stuðulsskipanina, sum kemur í staðin fyri stuðulin, sum kunninarstovurnar fáa nú. Sum nú er fáa allar kunningarstovurnar eitt sindur úr eini pulju á 1,5 milliónir krónur. Frá 1. januar 2019 eru tað kommunur og privatir aktørar, sum kunnu søkja um at fáa pening úr eini størri pulju. Hatta er ein góð skipan, sum leggur upp til, at landið og kommurnar í felag loysa uppgávuna, sigur Heðin Zachariassen, sum væntar, at peningurin í høvuðsheitum verður brúktur til vegir, skelting og almenn WC. Harafturímóti er kunningarstovan í Sørvági sera virkin, og tí er spell, at stuðulin verður strikaður, sigur Aim Jacobsen, sum er borgarstjóri í Sørvágs kommunu. Men smærri aktørarnir fara ikki at detta niður ímillum. Og kommunurnar skulu hava ein nógv størri leiklut í at menna ferðavinnuna inanlands. Arbeiðið hjá menningardeildini er júst farið ígongd, og tí er trupult at siga, júst hvørjar treytir, umsóknirnar verða mettar eftir, sigur Jóhan Pauli Helgason. Hann leggur afturat, at kommunurnar fáa ein meira aktivan leiklut í, hvussu peningur verður latin til at menna ferðavinnuna innanlands í Føroyum. Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs kommunu, heldur, at ov lítið fer til ferðavinnuna innanlands, og um vit skulu síggja veruligar broytingar, má størri fígging til. Jóhan Pauli Helgason sigur, at enn er trupult at meta um, júst hvussu nógvur peningur skal til, men seks milliónur krónur røkka rættiliga langt, sigur hann. Tað er eisini treytað av, hvussu nógv kommunurnar ætla at gera við tað, tí hetta er sanniliga eisini ein kommunal uppgávu, men man eigur at kunna koma rættiliga langt við seks milliónum, sigur Jóhan Pauli Helgason. Frá 1970 71 læs, tann tá 22 ára gamli amerikanski mál og fólkalívfrøðingurin, David Margolin føroyskt á Fróðskaparsetri Føroya. Frammanundan hevði David lisið Nørrønt mál í fýra ár á Harvard University í Cambridge, Massachusettes. Fyrst málaði hann Eyðun Nolsøe, og nú leitar hann eftir Terja Rasmussen. Orsøkin er, at hann er Frændur fjeppari, og heldur tí, at tað er hóskandi at mála sínar fyrimyndir. Soleiðis sigur Annika Sølvará, ið tekur sær av skiftisnæmingaskipanini hjá felagskapinum Rotary, sum nærum á hvørjum ári sendir ung fólk út í heim at uppliva aðrar mentanir. Sigrun á Brúgv var í Australia í eitt ár, og hevði nógv góð minni við sær heim, umframt at hon menti fleiri góðar eginleikar hjá sær sjálvari. Sigrun og Annika vitjaðu summarmorgun til eitt prát. Hóast umfatandi hava eldarnir ikki oyðilagt á sama hátt sum aðrir eldar, og sambært CNN hevur eingin latið lív í Mendocino Complex eldunum. Samanlagt herja 16 skógareldar í Kalifornia. Ein teirra, Carr eldurin, hevur kravt sjey mannalív, síðani eldurin kyknaði tann 23. juli. 14.000 sløkkiliðsfólk stríðast við at fáa bilbukt við mongu eldunum. Talsmaðurin fyri sløkkiliðið í Kalifornia, Scott McLean sigur seg ikki minnast, at so nógv sløkkiliðsfólk hava verið til arbeiðis. Sambært serfrøðingum er tað heita veðrið og veðurlagsbroytingar, ið eru millum orsøkirnar til mongu skógareldarnar. Tað skrivar AP tiðindastovan. Eysturkommuna hevur ikki goldið rokningina frá Runavíkar kommunu fyri dreingirnar, sum gingu í framhaldsdeildini í skúlanum við Løkin í Runavík seinasta skúlaár, sigur Jóhan Christensen, borgarstjóri í Eystur Kommunu.Rokningin er 75.000 krónur. Gøta, har dreingirnir búgva, er í Eysturkommunu, og Eysturkommuna, sum ikki hevur framhaldsdeild, hevur avtalu um framhaldsdeild við Fuglafjarðar kommunu og rindar fyri tey, sum ganga har. Eysturkommuna vil ikki gjalda rokningina frá Runavíkar kommunu, sum er 15.000 krónur fyri hvønn næming í framhaldsdeildini við Løkin. Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, sigur, at eingin stevning kemur haðani. Og rokningin fyri seinasta skúlaár er strikað. Men koma næmingar úr øðrum kommunum í skúla í Runavíkar kommunu í skúlaárinum 2018 2019, skal Runavíkar kommuna hava pengar fyri skúlagongdina, sigur Torbjørn Jacobsen. Ein næmingur úr Eysturkommunu kemur í áttanda flokk, sum er tann fyrsti í framhaldsdeildini, í skúlanum við Løkin í næstu viku, tá skúlin byrjar aftur eftir summarfrítíðina. Turið Vestergaard í Dali eygleiðir hugleiðir um fugl, vøkstur og onnur fyribrigdi. Túruin eftir gøtuni úr Havlvík til Kvívíkar og Vestmanna er lættur og vakur. Saman við Gunnari Joensen ganga vit av Rossaryggi og fram eftir Kvívíksvegnum til Dýnugil við kvívíksmarkið. Nes Kommuna hevur fingið góðkenning til at brúka grót úr Eysturoyartunnilinum til at leingja verjugarðin við havnina, hóast hetta kann merkja, at nógv plast frá spreingiløðingum endar á sjónum. Umhvørvisstovan hevur ikki heimild at steðga verkætlanum sum hesari, men krøvini til upprudding verða herd so við og við, sigur Ingvard Fjallstein, umhvørvisviðgeri á Umhvørvisstovuni. Nes kommuna hevur fingið góðkenning frá Umhvørvisstovuni at leingja verjugarðin við havnina 90 metrar við gróti úr Eysturoyartunlinum. Trupulleikin er, at nógv plast er í grótinum, sum væntandi fer á sjógv. Mett verður, at umleið 31,5 til 56 kilometrar av spreingileidningum verða fluttir við, og at størsti parturin av hesum fer á sjógv. Umhvørvisstovan kann altíð krevja upplýsingar um virksemi, sum viðvíkja góðkenningina, sigur Ingvard Fjallstein, umhvørvisviðgeri á Umhvørvisstovuni. Grunleggjandi er tað ikki rætt at koyra hetta grótið á sjógv. Men nú er ein verkætlan í gongd, Eysturoyartunnilin, sum kostar eina milliard, har ætlanin allatíð hevur verið, at grótið skal brúkast til útfyllingar, sigur hann. Í fylgiskjalinum til lógina stendur, at undantøk eru, og tá kann umhvørvisstovan áseta krøv. Og fleiri og fleiri krøv verða sett, og sostatt verður dálkingin tálmað. Tað snýr seg um meira útgerð, tað snýr seg um at økja útbúgvarstigið hjá brandmonnum, og tað snýr seg um at styrkja luftbornu eldsløkkingina, sigur Morgan Johansson, sum er innanríkis og løgmálaráðharri í Svøríki, sambært svenska sjónvarpinum, SVT. Svenska stjórnin hevur gjørt tvær niðurstøður eftir mongu skógareldarnar í summar. Stríðið móti veðurlagsbroytingunum má herðast, og so skal alt økið við eldsløkking styrkjast. Sambært svensku stjórnin brunnu 25.000 hektarar av skógi eftir 14 døgum. Tað eru 250 ferkilometrar. Samstundis uppliva sviar heitasta summarið í 260 ár. Hetta hevur viðført størstu avbjóðingina hjá svensku bjargartænastuni nakrantíð, sigur svenska stjórnin, sum samstundis knýtir hetta at veðurlagspolitikkinum. Vit mugu berjast fyri at minka útlátið. Hetta snýr seg rætt og slætt um at bjarga mannaættini, sigur Morgan Johansson, innanríkis og løgmálaráðharri í Svøríki. Tað sigur Jóhannus Danielsen, borgarstjóri í Nes kommunu, nú kommunan fer at leingja verjugarðin við havnina 90 metrar við gróti úr Eysturoyartunlinum, sum hevur nógv plast í sær, og sum tí fer at dálka sjógvin. 90.000 rúmmetrar av føstum gróti skulu brúkast til verjugarðin hjá Nes kommunu. Grótið er úr Eysturoyartunlinum, og nógv plast er í grótinum. Mett verður, at umleið 31,5 til 56 kilometrar av spreingileidningi verða fluttir av Strondur til Toftir. Mett verður eisini, at nógv av plastinum endar á sjónum. Og tað dálkar. Jóhannus Danielsen, borgarstjóri í Nes kommunu, sigur, at kommunan fer at leggja eina forðing út á sjógv eina flótandi slangu við neti, sum er ein metur djúpt. Netið skal so taka tað mesta av plastinum, sum endar á sjónum. Hvønn dag, tað verður slept grót, so verður forðingin reinsað. Javnan verður fjørðan fram við landi eisini ruddað, sigur Jóhannus Danielsen, borgarstjóri í Nes kommunu. Sambært borgarstjóranum verður tað kostnaðarmikið, men hann leggur dent á, at kommunan fer at gera sítt besta at rudda upp og tálma dálkingini, sum best ber til. Øll hava møguleika at søkja um at verða undangóðkend. Tey, sum bjóða uppá verkætlanina, binda seg til at byggja, fíggja og umsita íbúðir, umframt parkering og fríøki, sum hoyrir til. Hetta merkir, at tilboðsgevarar eru toymi skipað við ráðgevum, umboðum frá byggivinnuni, íleggjarum og eisini persónum fyritøkum, ið kunnu umsita leiguíbúðir. Fyrst í 2019 fæst at vita, hvør vinnur útbjóðingina upp á verkætlanina um íbúðarbyggingina á Frúutrøð. Byggingin á Frúutrøð verður væntandi liðug í 2021. Nú fer Umboðsráðið at kanna, um tað var í tráð við viðtøkurnar hjá samtakinum, at Birgir Nielsen tjenti 100.000 krónur í sambandi við sølu av einari ogn. Ferðafólk mugu vera tíðliga úti um seg, um tey skulu hava ein leigubil í háárstíð, tí eftirspurningurin er nógv størri enn útboðið. Bergur Olsen, fuglafrøðingur, byrjaði fyrstu veruligu lundakanningina í Føroyum 1991 úti í Skúgvi. Hann hevur við hjálp av heimagjørdari fellu fingið føðina frá sildberum. Av hesum sæst millum annað, at lundin ber mangt annað enn nebbasild. Nakrar pisur fingu regluliga føði 3 ferðir um dagin frá fólki. Stórur munur er millum tær pisurnar, sum fingu føði, og tær har lundin sjálvur ber føðina. SVF hevur fylgt Bergi ein dag úti í Skúgvi. Lagt til rættis Zacharias Hammer. Eftirkomararnir hjá Petur Dahl hava seinastu árini arbeitt við at seta í standa gomlu húsini hjá Peturi, í Vági vanliga nevndur Petur á Gørðunum. Ein teirra, sum í dag varir av húsunum, er Magnus Dahl, abbasonur Petur. Í farnu viku boðaði Magnus frá, at teir høvdu funnið eitt forkunnugt kort í Petursborg, sum húsini hjá Petur á Gørðunum vanliga verða nevnd í Vági. Talan var um eitt tekniskt kort frá 1922. Kortið er teknað av einum norskum verkfrøðingi, sum Vágs kommuna brúkti sum ráðgeva. Á kortinum eru millum annað fyrstu el leiðingarnar í Vági teknaðar og eisini sokallaðu kioskirnar , sum transformaturstøðirnar hjá elverkinum vórðu kallaðar fyrr. Forkunnugt er eisini við kortinum, at húsini hjá Petur á Gørðunum, eru millum tey ovastu í bygdini. Í dag standa húsini at kalla mitt í Vági. Bjørn Kalsø, tingmaður fyri Sambandsflokkin, setti í gjár landsstýrismanninum í fiskivinnumálum ein skrivligan fyrispurning í løgtinginum. Í nýggju lógini um sjófeingi er heimild givin landsstýrismanninum at luta út 8,5 av fiskinum, ið kann fiskast av føroyingum, í menningarkvotum. Bjørn Kalsø spyr millum annað Høgna Hoydal, nær landsstýrismaðurin fekk tilmælið um menningarkvotur frá tilmælisnevndini. Hann spyr somuleiðis, nær roknast kann við, at menningarkvoturnar verða tillutaðar. Bjørn Kalsø sigur, at undir viðgerðini av lógini í løgtinginum greiddi landsstýrismaðurin frá, at hann í eini handavend, eftir tilmæli frá serfrøðingabólki, fór at tilluta menningarkvoturnar. Men nú væl er liðið á árið, og tilmælið er latið frá serfrøðingabólki fyri tíð síðan, eru ongar menningarkvotur lætnar. Bjørn Kalsø spyr eisini, hvørji tilmælini eru frá nevndini, býtt á feløg, fiskasløg, nøgd og økir, og um landsstýrismaðurin fer at fylgja teimum neyvt. Hann vil eisini hava at vita, um nýggir aktørar í fiskivinnuni eru millum teirra, ið fara at fáa. 11 fólk eru skotin og dripin, 70 onnur eru særd í skotbardugunum, sum hava verið hetta vikuskiftið. Bara sunnudagin vóru 44 fólk rakt av skotum eftir 13 tímum. Nú boðar løgregluovastin Eddie Johnson frá, at 400 løgreglufólk koma harðast raktu pørtunum av býnum til hjálpar beinanvegin, og so koma 200 løgreglufólk afturat til vikuskiftið. Millum teirra, sum lógu eftir á eftir skotriðurnar, eru fólk sum eru 11 og 63 ár. Ein tannáringur var skotin og dripin, tá hann súkklaði ein túr seinnapartin sunnudagin, umframt tað varð skotið við eina jarðarferð og eina veitslu. Higartil í ár eru 320 fólk skotin og dripin í Chicago, sum er triðstørsti býurin í USA. Hetta skriva millum annað Ritzau, AFP og DR. Býurin hevur fingið keðiliga eyknevni Chiraq við ávísing til krígsøkið í Irak. Tølini vísa, at tað kemur ikki av ongum, sambært keldum sum CNN, Washington Post og BBC. Tølini vísa enntá, at frá 2001 til 2016 eru fleiri fólk deyð av skotum í Chicago, enn tað doyðu amerikanskir hermenn doyðu í Irak, skrivar BBC. Í nógvum londum verður sagt frá heitasta sumrinum í øldir. Nú ávarar eitt lið av altjóða granskarum um, at ein dominoeffekt kann fáa hitalagið í heiminum veruliga at taka dik á seg. Í veruleikanum kann miðalhitin á jørðini gerast 4 5 stig hægri, og so kunnu høvini fløða millum 10 og 60 metrar eftir nøkrum hundrað árum. Harvið er málið á tvey hitastig í veðurlagsavtaluni í París als ikki nóg mikið, staðfesta granskararnir í einari grein í viðurkenda tíðarritinum Proceedings of the National Academy of Sciences. Sebastian Mernild, sum er professari í veðurlagsbroytingum við Nansen sentrið í Bergen, sigur fyrsta dominofólkið longu verða fallið Vit síggja longu nú, at metan miðsavnast í størri mongdum í atmosferuni, og metan spríkir upp í atmosferuna og økir upphitingina, sigur hann við DR. Vit hava altíð vitað, at tað var ein vandi fyri einari ávirkan, sum skapar eina dominoeffekt. Men at tað kann føra til 4 5 stig í hitaøking kemur kortini óvart á serliga eftir París avtaluna, sigur Jesper Theilgaard, sum leingi hevur ávarað ímóti veðurlagsbroytingunum. 10.1 prosent av Føroya fólki liva í fátækraváða. Tað siga nýggjastu hagtølini frá Hagstovu Føroya, sum eru frá 2016. Tað er ein minking á 0.5 prosent í mun til 2015. Samgongan hevði sum eitt av sínum aðalmálum at minka um talið á teimum í fátækraváða og hevur sett fleiri átøk í verk. Eitt nú familjuískoyti og skattalætta til tær lægru lønirnar, ið skuldi verða við til at hjálpa um hjá fólki, ið vóru í fátækraváða. Hóast tað, so er talið bara broytt frá 10,6 til 10,1. Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, ásannar, at tað var torførari at flyta fólk úr fátækraváða, enn mann hevði gjørt sær greitt. Tað er torført at flyta tølini stórvegis niðureftir, ásannar Eyðgunn Samuelsen. Landsstýrið hevur roynt seg við politiskum átøkum í eini roynd at flyta markið. Um tað er nóg gott, tað er trupult at siga, tí tað ávirkast eisini av øðrum faktorum í samfelagnum. Til dømis er fólkaflytingin við til at hækka prísirnir og hetta ávirkar eisini, hvussu tølini fyri fátækramarkið síggja út, sigur landsstýriskvinnan. Hetta kemur afturat økta tollsatsinum á kinesiskar vørur, sum kom fyri einum mánaði síðani. 6. juli boðaði Donald Trump frá, at tollur skuldi leggjast á kineskiskar vøru fyri 34 milliardir dollarar, og um góðar tvær vikur verða 16 milliardir dollarar so lagdar afturat. Kinesiska stjórnin hevur frammanundan boðað frá, at tey fara at svara aftur við at økja um tollsatsin á amerikanskar vørur við tilsamans 60 milliardum dollarum. Føroyska U17 landsliðið í fótbólti hjá monnum tapti í gjár 2 0 fyri Norra í NM kapping, sum er í Føroyum í hesum døgum. Málini komu eitt korter inn í fyrra hálvleik og eitt korter inn í seinna hálvleik. Kappingin byrjaði sunnudagin, og finalurnar verða spældir komandi leygardag. Skráin er á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandinum og sæst her . Talið av fólkum, ið eru horvin á sjónum í Grønlandi, vaks nógv seinasta árið. Tey nýggjastu tølini fyri 2017 vísa, at enn eru 13 fólk ikki komin aftur í aftur, eftir at tey er horvin á sjónum. Harvið verður roknað við, at 17 fólk eru deyð á sjónum í Grønlandi í 2017, tí umframt hesi 13 hava bjargingarfólk funnið líkini av fýra fólkum á sjónum. Afturat hesum spurdist ikki aftur frá einum fólki á landi, skrivar blaðið Sermitsiaq , sum ger greitt, at tað er ein stórur vøkstur samanborið við 2016. Upprunaligi arbeiðssetningurin var at kanna, hvussu vatnorkuøkið í Vestmanna best kundi útbyggjast at nøkta tørvin á orkugoymslu í framtíðar elorkuskipanini. Kanningin varð upprunaliga lýst í Virkisætlanini frá 2014 sum eitt átak at lýsa tørvin á orkugoymslum í framtíðar elorkuskipan í Føroyum. Men í 2015 heitti landsstýriskvinnan á Umhvørvisstovuna um at seta kanningina í verk. Arbeiðið varð skipað við stýrisbólki og arbeiðsbólki. Í stýribólkinum vóru umboð frá Umhvørvisstovuna, SEV, Heilsu og innlendismálaráðið og Dansk Energi. Í arbeiðsbólkinum vóru umboð fyri Umhvørvisstovuna, SEV og Dansk Energi. Hevur formaðurin í Betri samtakinum, Birgir Nielsen, kappast við Betri, tá hann seldi ein bygning í Hoyvík, og við tí brotið viðtøkurnar hjá Betri samtakinum, tí hann var ógegnigur Sambært viðtøkunum mugu nevndarlimir ikki kappast við Betri, sum eisini selur fastognir. Formansskapurin í umboðsráðnum hevur biðið nevndina og formannin í Ognarfelagi tryggingartakaranna um eina frágreiðing um lutin hjá formanninum Birgiri Nielsen í einari fastognarsølu í Hoyvík. Nú hevur Tórshavnar kommuna gjørt av at leiga bygningin við Kirkjustræti til kommunulæknar. Frammanundan hevði kommunan samráðingar við Betri samtakið um at leiga ein bygning hjá samtakinum til kommunulæknar. Tá segði Birgir Nielsen, at hann hevur ikki fingið 100.000 krónur fyri at selja bygningin, 50.000 krónur frá seljara og 50.000 krónur frá keypara. Nú bygningurin bleiv seldur kortini, fekk Birgir Nielsen 100.000 krónur í vinningin. Hetta tí at bygningurin varð seldur, ikki leigaður, sum hann hevði avtalu um. Hann hevur ikki fingið pengarar fyri at selja bygningin, segði hann við Dag og viku í gjárkvøldið. Sambært Birgiri Nielsen er talan um eitt endurgjald fyri mista inntøku, nú bygningurin ikki kann leigast út longur. Umboðsráðið kann sum so ikki koyra Birgir Nielsen úr nevndini í Betri, um niðurstøðan verður tann, at hann hevur brotið viðtøkurnar hjá Betri, sum staðfesta, at nevndarlimir ikki mugu kappast við felagið, sum eisini selur ognir. Jákup Egholm Hansen, formaður í umboðsráðnum, segði við Dag og viku í gjárkvøldið, at umboðsráðið sendi í gjár nevndini nakrar ítøkiligar spurningar um fastognasøluna í Hoyvík og lutin hjá Birgiri Nielsen í henni. Inntøkurnar hjá Vágs kommunu í fjør vóru 63,9 milliónur krónur. Í fíggjarætlanini fyri 2017 varð mett, at inntøkurnar hjá kommununi vóru smáar 58 milliónir krónur. Tað var í gjár, at Dagur og Vika greiddi frá, at ivi var um, um nevndarformaðurin í Betri samtakinum hevur brotið leiðreglurnar hjá samtakinum í samband við sølu av bygningi á Kirkjustræti í Hoyvík, har Birgir Nielsen tjenti 100.000 krónur. Umboðsráðið, sum setir nevndina, fekk eina frágreiðing frá nevndarformanninum mánakvøldið. Formaðurin í Umboðsráðnum, Jákup Egholm Hansen, segði í Degi og Viku í gjár, at nevndin hevði sent nakrar ítøkiligar spurningar til Birgir Nielsen, sum enn ikki eru svaraðir, og at ráðið fór at kanna, um tað var í tráð við viðtøkurnar hjá samtakinum, at Birgir Nielsen tjenti 100.000 krónur í sambandi við sølu av einari ogn. Í skrivi sent miðlunum í dag sigur Birgir Nielsen, at hóast hann ikki metir seg hava gjørt nakað galið í málinum, so hevur hann valt at taka seg aftur fyri at forða fyri, at umtalan, sum hevur verið um hansara leiklut í sambandi við søluna av einum vinnubygnini á Kirkjustræti í Hoyvík, fær nakra neiliga ávirkan á Betri samtakið. Nevndin í Ognarfelagi Tryggingartakaranna mannar eisini nevndina í Betri P F, sum er móðurfelag hjá Betri Banka, Tryging, Pensjón og Heim. Námsvísindadeildin hevur ikki lægri raðfesting í dag enn hon hevur havt fyrr, men tað er rætt at eitt nú granskingin á deildini ikki er komin nóg langt áleiðis. Tað sigur Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Fróðaskaparsetrinum, eftir at næstformaðurin í Føroya Lærarafelag sigur læraraútbúgvingina vanta pening til at fremja sítt virksemi. Læraraútbúgvingin hevur ikki lægri játtan í dag, enn hon hevði fyrr. Tað sigur Sigurð í Jákupsstovu, nú næstformaðurin í Føroya Lærarafelag, Jacob Eli Olsen, sigur seg ynskja eina hægri raðfesting til læraraútbúgvingina á setrinum. Fyrr var bert ein játtan til læraraútbúgvingina. Nú er tann játtanin býtt sundur, eftir at fleiri stovnar vórðu lagdir undir Setrið, men samanlagt fara framvegis millum 22 og 23 milliónir til útbúgvingina. Sigurð í Jákupsstovu viðgongur tó, at tað eru nøkur viðurskiftir, ið framvegis ikki eru komin endaliga upp á pláss. Eitt nú kravið um at undirvísingin skal hava støði í gransking, ið er gjørd á setrinum. Tað eru tíggju ár síðan, at Læraraskúlin varð lagdur undir Fróðskaparsetrið. Í tí sambandi sigur Jacob Eli Olsen, at tíðin er komin at eftirmeta deildina og útbúgvingina. Hesum tekur Sigurð í Jákupsstovu undir við. Kvotan hjá JFK er 10.500 tons í ár. Tá eru rættindini, sum reiðaríið hevur keypt á uppboðssølu, ikki tald við, og einki er farið burtur av til menningarkvotu. Gadus fiskar sløk 9.000 tons. 1.500 tons eru eftir til Sjúrðarberg, umframt tað, sum reiðaríið klárar at keypa á uppboðssølu. Og tá heildarkvotan minkar enn meira næsta ár, og eingin vissa er fyri, at reiðaríið klárar at keypa ein lønandi part á uppboðssølu, samstundis sum eingin vissa er fyri, at ein partur ikki skal setast av til menningarkvotur, verður mett, at parturin hjá Sjúrðarbergi er ov lítil. Var eingin uppboðssøla, og reiðaríið varðveitti sín sama lutfalsliga part, og einki fór til menningarkvotu, so kundi JFK varðveitt Sjúrðarberg. Men nú eru viðurskiftini ov ótrygg, heldur nevndin í felagnum. Tað ber til at keypa kvotu á uppboðssølu og felagið hevur hepnast at keypa kvotu í 2018, men mett verður ikki, at tað er ein nøktandi skipan at keypa kvotu á uppboðssølu, í hvussu so er ikki at eiga skip og hava manning tøka til at fiska kvotu, sum tað møguliga eydnast at keypa, skrivaði Niels Winther Poulsen, nevndarformaður í JFK, í tíðindabrævi herfyri. Men lat tað vera greitt, at fiskivinnunýskipanin ikki kann vera orsøkin til, at Hanus Hansen kennir seg noyddan at selja Sjúrðarberg, var boðskapurin hjá Aksel V. Johannesen, løgmanni. Innkallingin kemst av einum tekniskum breki, sum hevur elvt til eld í 30 BMW bilmoturum í Suðurkorea. Fyrr í ár vóru 106.000 bilar kallaðir á verkstað í Suðurkorea, og nú fer BMW eisini at kalla bilar á verkstøð í Evropa. Enn er ikki greitt, um bilar seldir í Føroyum verða kallaðir á verkstað. BMW bilarnir í Føroyum koma úr Danmark, sigur Gordon Rajani, stjóri í Nordcar, sum umboðar BMW í Føroyum, og enn eru bilar ikki kallaðir inn í Danmark. Gordan Rajani greiðir frá, at vanliga mannagongdin er, at er okkurt brek við nýggjum bilum, verða teir kallaðir innaftur eftir einari fastari mannagongd og umvældir ókeypis. Verkstaðsleiðari á Nordcar Valbjørn Mittelstein sigur, at tey í slíkum førum fáa boð úr Danmark, um okkurt brek er við BMW bilum, men at eingin slík boð eru komin enn. Statens Serum Insistut ávarar nú móti møguligari meslingasmittu á flogvøllinum í Keypmannahavn. Tað boðar danski serumstovnurin frá í tíðindaskrivi í dag, skrivar DR.dk . Mánamorgunin klokkan 08.30 lendi ein maður, ið varð smittaður við meslingum, á flogvøllinum í Keypmannahavn. Maðurin var á flogvøllinum í ein góðan tíma, og síðani tók hann ein hýruvogn beinleiðis á sjúkrahúsið. Meslingar smitta øgiliga illa, og tí eru fleiri túsund fólk nú í vanda fyri at vera blivin smittað. Øll tey, ið vórðu stødd í farhøllini á flogvøllinum um sama mundi sum smittuberin, eru sambært serumstovninum í møguligum vanda. Serumstovnurin heitir tí á ferðafólk, ið ikki eru koppsett við MFR vaksinuni ella ikki hava havt meslingar áður, um at venda sær til ein lækna. Sambært DR.dk hevur serumstovnurin eisini verið í samband við ferðafólkini, sum ferðaðust við sama flogfari sum smittaði maðurin. Harafturat ætlar serumstovnurin at seta seg í samband við ferðafólk, sum hava danskum bústað. Ritunøva er 15,5 metrar long og 7 metrar breið, hevur tveir motorar upp á hvør 425 Hk, og ein 100 KVA ljósmotor. Av deksútgerð kann nevnast ein Palfinger 50 tons metur krani, eitt 10 tons deksspæl, ein kapstanur uppá 6 tons og tríggir upp á 1 tons. Faroe Petroleum hevur funnið meira olju enn væntað varð. Tað skrivar norski vinnumiðilin á netinum, Sysla , sum samstundis leggur afturat, at Faroe Petroleum hevur minkað vónirnar til ársins framleiðslu. Eftir at hava eftirmett úrslitini frá leitibrunninum við Iris Hades í Norðurhavinum, hevur Faroe Petroleum økt metingina av fundinum til at vera millum 63 og 322 milliónir føt. Tá fundið varð gjørt fyrr í ár, var metingin millum 38 og 245 milliónir føt. Faroe Petroleum sigur, at hóast felagið eisini hevur selt burturav fyrra hálvár, økist tilfeingið hjá Faroe Petroleum við 44 , sambært felagnum sjálvum. Samstundis væntar Faroe Petroleum, at fleiri tíðindi koma frá Iris Hades. Avgjørt er at bora ein avmarkingarbrunn sunnanfyri, sum kann vátta støddina á fundinum. Fyrra hálvár var framleiðslan í miðal 12.402 føt um dagin. Næsta hálvár hevur Faroe Petroleum broytt framleiðsluvæntanirnar til millum 12.000 og 14.000 um dagin. New South Wales er fólkaríkasti staturin í Avstralia og stendur fyri einum fjórðingi av framleiðsluni av landbúnaðarvørum hjá landinum. Trupulleikin er ikki bara í New South Wales, men helvtin av Queensland og partar av Victoria og Suðuraustralia hava eisini trupulleikar, tí tað hevur regnað ov lítið. Tað eru 16 dómarar við til kappingina, fimm úr Íslandi, fýra úr Svøríki, tríggjir úr Danmark, tveir úr Noregi og so ein úr Finnlandi og Føroyum. Heri skal døma í tí sum verður nevnt Sport. Føroyar eru í bólki við Luksemborg, Estlandi, Litava, Makedonia og Sveis. Fyrsti dysturin hjá Føroyum er fríggjadagin móti Luksemburg. EM kappingin er skipað á tann hátt, at tvey lið úr hvørjum bólki spæla seg í hálvfinalurnar, og at tað annars eru plaseringsdystir. EBS Skála er í Litava, har kvinnurnar skulu dystast móti liðum úr Bulgaria, Litava og Finlandi í undankappingarbólki nummar 9 í Champions League. Í gjár spældu tær so fyrsta dystin móti NSA Sofia úr Bulgaria. Tær taptu dystin 3 0, aftaná at hava verði aftan fyri við tveimum málum í hálvleikinum. NSA Sofia hevði bóltin nakað meira, og høvdu tær eisini fleiri málroyndir enn okkara kvinnur. Tapið var tí ikki órættvíst, hóast EBS Skála liðið beit frá sær til tíðir, sigur Sjóvar kommuna á heimasiðuni , og tær høvdu eisini onkrar góðar málroyndir, ið lættliga kundu havt givið mál. Í Onglandi letur sokallaða flytingarvindeygað aftur í dag. Tað merkir, at hetta er síðsti dagurin, at spælaraflytingar til Premier League kunnu gerast, og tað hevur altíð spenning við sær hjá fótbóltsáhugaðum. Chelsea gjørdi vart við seg í gjár, tá ið teir loystu sín málmanstrupulleika við at keypa Kepa Arrizabalaga fra Atletic Bilbao fyri næstan 600 milliónir krónur. Harvið gerst hann dýrasti málmaður nakrantíð, tí prísurin fór upp um tann, sum Liverpool herfyri rindaði fyri Alisson Becker, ið varð keyptur úr AC Roma fyri 500 milliónir krónur. Venjarin hjá Manchester United, Jose Mourinho, skal hava sagt, at felagið fær eina trupla kapping í ár, um ikki fleiri spælarar vera keyptir til felagið. Høgni Hoydal boðaði 19. juni frá, at uppboðssølurnar, sum annars skuldu vera 20. og 27. juni, vóru útsettar til ávikavist 14. august týsdagin og 16. august hósdagin . Uppboðssølurnar vóru útsettar, tí tað var betri at fáa umsóknirnar um menningarkvotur avgreiddar fyrst, segði landstýrismaðurin við fiskivinnumálum tá, men enn eru ongar menningarkvotur í eygsjón, so óvissa er enn um uppboðssøluna. Stendur uppboðssølan við, skulu rættindini at veiða 7.490 tons av norðhavssild og 10.901 tons av makreli seljast á uppboðsølu í komandi viku. Sølan av rættindum at veiða makrel verður so avgreidd 14. august 2018. Og sølan av rættindum at veiða norðhavssild verður avgreidd 16. august 2018. Tað hevur ljóðað at menningarkvoturnar verða lutaðar út í hesi vikuni, men enn er einki at frætta. 38 umsóknir komu inn um menningarkvotur, men bara 7 loyvi verða latin. Parlagið er eitt evni og øki í tilveruni, sum áhugar og upptekur nógv av okkum. Vit lesa, granska, kanna, kjakast og tosa um, hvussu parlagið virkar, og hvussu ein fær tað at rigga á best møguligan hátt. Nógv, sum eru í parlagi, sammeta sítt parlag við onnur parløg, og eru vit støk og ynskja okkum ein maka, hava vit hugsanir um, hvussu hetta parlagið skuldi verið. Eins mangar hugsanir og ynskir, ætlanir, væntanir og dreymar eru í mun til parlagið, eins mong sløg av parløgum finnast. Tí sum kunnugt er tíbetur ongin av okkum líka, og sjálvsagt er tískil eisini ymiskt, hvussu vit menniskju tilvitað og ótilvitað skipa okkara parlív, um vit hava eitt slíkt. Eg havi altíð verið eitt sindur forvitin um, hvussu fólk skipa lív sítt og fekk tí hugskotið at fara á rannsóknarferð í parløgum, har partarnir liva og virka privat og fakliga. Eg helt hetta vera eitt áhugvert evni at granska, tí er tað ikki ein dreymur at vera felags um alt í lívinum, ella er tað bara ein romantisk illusión, sum skjótt kann gerast ein marra Tað eydnaðist mær at finna trý ymisk pør, sum vildu greiða frá, hvørjir fyrimunir og vansar eru við ikki bert at deila tak, innkeyp, reingerð, børn við meira, men eisini fakliga virkið. Í fyrstu sendingini hitta vit parið, Henrik Krag og unnustu hansara, Biritu Nolsøe, sum liva og virka á Velbastað og í Danmark. Saman starvast tey innan meditatión, coaching, terapi fyri bólkar, pør og einstaklingar, eins og tey júst hava latið úr hondum felags bók við heitinum Fem hjertefølelser . Fleri ung hava fingið staðfest álvarsligu kynssjúkuna seinastu tíðina, sambært Sermitsiaq. Kynssjúkan Syfilis er stórt sæð útruddað í Føroyum. Øðrvísi er støðan í Grønlandi, har sjúkan enn er ein stórur trupulleiki. Sambært grønlendska landslæknanum vóru 71 tilburðir av Syfilis í 2016. Syfilis smittar við kynsligari samveru. Sjúkan kann raka millum annað raka nervalagið hjá fólki. Eisini í Danmark eru fleiri tilburðir av syfilis staðfestir seinnu árini. Hósdagin 9. august 2018 verður nýggi Skúladepilin við Marknagil formliga avhendur, og vikuna eftir flyta lærarar og næmingar inn í nýggja bygningin. Í hesum sambandi verður alment hátíðarhald á Glasi. Til hátíðarhaldið verður millum annað tónleikaframførðslur frá eitt nú FRUM og Havnakórinum og røðu frá innandura sniðgevanum Rosan Bosch og arkitektinum Bjarke Ingels, ið hevur teknað bygningin. Fyritøkur, sum eru skrásettar í keypsskálum, hava skyldu til at boða frá og almannakunngera, tá fólk í leiðslu bankans ella fólk, sum standa teimum nær, handla partabrøv í fyritøkuni. Fyrra hálvárið hjá BankNordik samtakinum hilnaðist so væl, at samtakið væntar nú, at úrslitið í ár verður 15 milliónir krónur betri enn mett varð, tá árið byrjaði. Sambært Ritzau sigur fyribils metingin, at danskir bøndur missa virðir fyri 6,4 milliardir krónur. Talið kann gerast hægri, um turkurin heldur fram. Felagsskapurin Landbrug og Fødevarer sigur, at úrtøkan úr landbúnaðin fer at verða óvanliga ring í ár, og at tað eisini fer at verða ógvuliga trupult at útvega fóður til djórini. Felagið hjá donskum landbúnaðarfólki skal á fund við Jakob Elleman Jensen, umhvørvismálaráðharra, har tey millum annað fara at leggja fram, at landbúnaðurin skal fáa lagaligari skatta og avgjaldstreytir í ár fyri at minka um fíggjarligu ávirkanina, ið turkurin hevur við sær. Turkurin í Danmark hevur eisini avleiðingar fyri okkum her heima. Við Dag og Viku herfyri søgdu fleiri heilsølur, at vit kunnu vænta ein prísvøkstur í heyst ella í vár á eitt nú mjólka og hveitivørum. Tað verður helst ein hurlivasi úti í Marknagili, nú nógv fólk skulu í skúla og til arbeiðis á Glasi við eini bussleið, sum verður óbroytt. Tað sigur John Fonsdal, sum er leiðari hjá bussleiðini í Havn. Um júst eina viku er fyrsti skúladagur í Føroya størsta skúla. Tá fara umleið 1500 fólk í skúla og til arbeiðis á Glasi. Tað er ein rúgva av fólki og ein rúgva av fólki, sum skulu við bussi. Men bussleiðin verður júst tann sama, sum hon er nú, og tað verður ein hurlivasi, sigur John Fonsdal, leiðari hjá Bussleiðini í Havn. Eg vænti, at bussarnir verða ógvuliga fullir, og eg vænti ikki, at vit klára at halda ferðaætlanina, tí vegirnir verða eisini so fullir av bilum við Glasir, sigur hann og leggur aftrat, at kommunan átti at broytt bussleiðina fyri at minka um trotið í Marknagili. Hann heldur eitt hugskot vera, at bussleiðin verður løgd um, ið møguliga hevur við sær, at nýggjar rutur vórðu gjørdar. Tað kundi verið at minka um bussarnar í Hoydølum og leggja dentin á bussrutur við Glasir, sigur John Fonsdal. Men ferðaætlanin hjá bussunum í Havn verður óbroytt sigur Heini Eysturoy, býarverkfrøðingur hjá Tórshavnar kommunu. Hann leggur tó afturat, at um tað verður neyðugt, verður ein bussur settur inn afturat. Verður tað ein trupulleiki við, at nógv fólk koma klokkan 8, so seta vit helst ein buss á leiðina afturat, men vit vilja heldur síggja, hvussu leikur fer fram fyrst, sigur Heini Eysturoy. Tað verður ikki, fyrr enn Skúlin á Fløtum letur upp í 2020, at ein nýggj bussleið kemur. Tá verður vegakervið í Marknagili eisini broytt, soleiðis at ferðslan fer at glíða betur. Heystskeiðið er eitt vistarskeið, har næmingarnir búgva, eta og virka saman, á Háskúlanum, í 4 mánaðir. Næmingatalið er sum ein miðal skúlaflokkur, millum 15 25 ungfólk, bæði úr Føroyum og norðurlondum. Umframt fakini føroyskt bókmentir og søgu samfelag, hevur Háskúlin seinnu árini lagt serligan dent á tær skapandi listagreinir sum ung í dag halda verða áhugaverdar, millum annað foto, film, sjónleik, tónleik, dans, bókmentir og skapandi skriving, málningalist, tekning, keramikk, handverkslist og annað. Eisini er sangur, fimleikur, hagatúrar, havsvimjing, námsferðir og ein rúgva av felagstiltøkum. Í dag er stórt hátíðarhald á Glasi í samband við, at Landsverk hevur handað Mentamálaráðnum nýggja, stásiliga miðnámsskúlan við Marknagil. Til hátíðarhaldið hava framførslur og røður verið, har millum annað Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, segði nøkur orð. Hann greiddi eitt nú frá, hvussu nógv arbeiðsmegi er brúkt upp á at byggja nýggja skúladepilin. Bygningurin er í alt 19.500 fermetrar, í byggitíðini hava 150 fólk arbeitt dagliga, og í tímum svarar tað til 640 ársverk. Kostnaðurin er 636,5 milliónir krónur, og tað merkir, at bygningurin hevur kostað 32.600 krónur fyri fermeturin. Samanbera vit hetta við aðrar stórar byggiverkætlanir, so haldi eg, at eg tori at siga, at vit hava fingið nógv fyri pengarnar, segði Ewald Kjølbro millum annað, tá hann helt røðu á Glasi fyri løtu síðani. Hesum var landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, samd við, og hon greiddi í røðu sínari frá, at Glasir er dømi um, at føroyskur ungdómur og útbúgving er besta íløgan hjá landinum. Umframt tey bæði hava Bogi Bech Jensen, stjóri á Glasi, Gunnvør Balle, forkvinna í mentamálanevndini hjá Tórshavnar kommunu, og Bjarke Ingels, stjóri á BIG, sum hevur teknað Glasir, eisini havt orðið á móttøkuni. Harafturat hevur Rosan Bosch, innandura sniðgevi, eisini sagt nøkur orð um verkætlanina. USA vil vera við, at tað er staðfest, at Russland nýtti nervagassi novichok í eini roynd at gera av við fyrrverandi njósnaran Sergej Skripal og dóttir hansara í enska býnum Salisbury. Og slíkt sleppa russar ikki at gera órevsaðir. Tí boðaði amerikanska uttanríkisráðið í gjárkvøldið frá, at teirra beinleiðis aftursvar er revsitiltøk móti Russlandi. Í fyrstu atløgu rakar tað tað amerikanska útflutningin av hernaðaðarútbúnað til Russlands. Somuleiðis krevur USA, at Russland loyvir ST at hava vápnaeftirlit í landinum. Revsitiltøkini verða sett í verk 22. august, og so hevur Russland 90 dagar at sannføra USA um, at landið ikki nýtir evnafrøðilig ella lívfrøðilig vápn longur og heldur ikki fer at gera tað framyvir. Livir Russland ikki upp til amerikansku krøvini, fer Trump at strika diplomatisk sambond og seta í verk strong revsitiltøk, tá tað snýr seg um handil, bankalán og loyvi hjá russiska flogfelagnum Aeroflot at seta seg. Russland hevur víst øllum ákærum aftur. Og russiska sendistovan í USA hevur sent út tíðindaskriv, har hon hartar USA fyri seta í verk miskunarleys revsitiltøk grundað á ákærur, sum eru ógrundaðar og uttan hald í veruleikanum. Heini Eysturoy, býarverkfrøðingur hjá Tórshavnar kommunu, segði við útvarpið fyrrapartin, at hóast Glasir í næstum letur dyrnar, so verður ferðaætlanin hjá Bussleiðini í Tórshavn ikki broytt. Verður tað ein trupulleiki við, at nógv fólk koma klokkan 8, so seta vit helst ein buss á leiðina afturat, men vit vilja heldur síggja, hvussu leikur fer fram fyrst, segði hann. Nú er vent í holuni. Tórshavnar kommuna boðar nú frá á heimasíðuni , at ferðaætlanin hjá Bussleiðini í Tórshavn verður broytt í samband við, at Glasir letur upp í næstu viku. Leið 5 koyrir í framtíðini ikki eftir Eystara Ringvegi og Hvítanesvegnum, men eftir Vegnum Langa, Sundsvegnum og Norðara Ringvegi og víðari sambært ferðaætlanini. Føroyar, ið frammanundan hava tapt allar sínar dystir, stríddist móti einum væl upplagdum kineskum liði. Føroyska verjan stóð væl, men Kina legði seg á odda í øðrum hálvleiki. Hetta merkir samstundis, at Føroyar blíva nummar trý í bólkinum. Føroyar skulu tí spæla um fimta plássið. Tað verður leygardagin móti Svøríki á Tórsvølli. Gloria, ið er eitt heim fyri heimleys, lat upp í mars. Har er pláss fyri átta búfólkum, men eftirspurningurin sera stórur. Ikki bara í Klaksvík, men eisini aðrastaðni í landinum. Umsorganar heimið hevur longu røkkið sínum endamáli, har tey hava hýst heimleysum fólkum í svári neyð, hjálp. Ein teirra er Josias Hansen. Eg kom at toppast við mína egnu familju orsakað av rúsdrekkatrupulleikum, og tí gjørdist eg heimleysur. Í dag er alt broytt. Umsorganarheimið Gloria hevur givið mær vónina aftur. Eg havi fingið samband við familjuna aftur. Soleiðis Josias Hansen, sum er ein av húsfólkunum í umsorganarheiminum Gloria. Tað er samkoman Soli Deo Gloria, ið er høvuðsaktørurin aftanfyri umsorganarheimið. ES fær so føroysku kvotuna av rossamakreli í Suðurkyrrahavinum, sum í nógv ár ikki er fiskað. Talan er um kvotur í altjóða sjógvi. Býtið er fingið í lag, tí økisbundnu fiskiveiðifelagsskapirnir SPRFMO og NAFO loyva limalondunum at flyta kvotur sínámillum í einum fiskiári. Umráðandi er at tryggja, at kvotan verður fiskað, og at tryggja at Føroyar fáa ágóða av kvotuni á annan hátt, um føroysk skip ikki fiska hana, sigur Fiskimálaráðið. Fiskimálaráðið ætlar, at tey 450 tonsini av toski í ár verða latin sum felagskvota til teirra, sum eftir gomlu lógini høvdu loyvi at fiska uppsjóvarfiski í altjóða sjógvi í Suðurkyrrahavinum. Kunngerð um hetta er send til hoyringar. Størsti skógareldurin nakrantíð herjar í Kalifornia. Einir 17 eldar brenna samstundir og fleiri enn 13.000 brandmenn og 2.300 hermenn eru settir inn at basa eldunum, sum fevna um einar 2.500 ferkilometrar tilsamans. Í Mendocino County nakað norðanfyri San Fransisco, har Meinhard St. John býr, er alt í ljósum loga. Nógvi hitin ger, at sokallaðar eld melduródnir verða skaptar. Men tað gongur illa at fáa tamarhald á eldunum, og til dømis hava brandmenninir bara tamarhald á 30 prosentum í tí størsta eldinum í Mendocino, tann størsti í Kalifornia nakrantíð 1.200 ferkilometrar . Børnini vóru í einum bussi í Norðurjemen, tá bussurin var raktur í einum loftálopi, sigur Altjóða Reyði krossur við BBC . Álopið var framt av teimum sameindu í Jemen við stuðli frá herinum í Saudarabia. Mannarættindafelagsskapir í Jemen hava áður ákært tey sameindu afrikansku londini, sum stuðla stjórnini í Jemen, fyri at bumba sivil mál sum skúlar og sjúkrahús. Aðalstkrivarin hjá ST, António Guterres, krevur, at álopið verður kannað beinanvegin. USA krevur somuleiðis eina frágreiðing USA stuðlar Saudi Arabia við vápnum og øðrum. Serligi sendimaðurin hjá ST, Martin Griffiths ætlar at gera eina semingsroynd millum stríðandi partarnar. Royndin verður sambært BBC gjørd í Geneve í september. Farið varð annars frá vinnarauppskotinum í norðurlendsku verkætlanini, tí hon bar ikki á mál. Heitt var í staðin á Ósbjørn Jacobsen arkitekt um at tekna ein býling inn í økið, sum kommunan átti. EM Ráðgeving í Saltangará fór síðan undir at neyvætla, og eftir tað varð arbeiðið boðið út. Útstykkingin fer at nøkta tørvin eina tíð, men farið er longu undir at fyrireika seg til framtíðina, eftir at grundstykkini eru seld, sigur Runavíkar kommuna. Fyritøkur í ferðavinnuni hava lækkað prísin, men tað er ikki nóg mikið, tí fólk í Miðevropa hugsa nógv um kostnaðin, tá tey ferðast. Og tað er vorðið ov dýrt í Íslandi, sigur íslendska kringvarpið, sum hevur tosað við ferðafólk. Jóhannes ór Skúlason sigur við íslendska kringvarpið, at Ísland er ikki longur kappingarført. Hann sigur, at ikki ber til at lækka prísirnar meira fyri at fáa fleiri ferðafólk úr evropeiska meginlandinum til Íslands. Jacinda Ardern, forsætisráðharri, upplýsti á einum tíðindafundi í dag, at posarnir skulu so líðandi heilt burtur hetta næsta árið. Sambært forsætisráðharranum brúka nýsælendarar hundraðtals av milliónir av einnýtis plastposum, haðani nógv órógva lívið í havinum. Vit gevast at nýta plastposar, so vit betri kunnu ansa eftir okkara umhvørvi og tryggja reina, grøna ummæli hjá Nýsælandi, leggur hon afturat. Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi hevur sett landsstýriskvinnuni í náttúruverndarmálum partakvinnuni Sirið Stenberg, fyrispurning, har hon spyr, hvørji átøk landsstýriskvinnan ætlar at seta í verk fyri at avmarka og steðga plastdálkingini av sjóøkinum Seinastu dagarnar hevur nógv verið at hoyrt um, hvussu undirsjóvartunlar og havnaútbyggingar dálka við plasti frá spreingileidningum. Bjørt Samuelsen spyr tí eisini landsstýriskvinnuna, um tillagingar broytingar eru gjørdar í umhvørvisgóðkenningunum í sambandi við undirsjóvartunlar, havnaútbyggingar og aðrar útbyggingar soleiðis, at dálkingin við plastleidningum verður avmarkað so nógv, sum á nakran hátt er gjørligt. Bjørt Samuelsen sigur, plastdálking er ein stór hóttan móti havumhvørvinum, og ein vaksandi avbjóðing, eisini her hjá okkum. Plastið er til ampa fyri og kann skaða havsins djór og fuglar. Men plastið verður eisini spakuliga niðurbrotið til mikroplast og kann soleiðis dálka alla føðiketuna, og harvið tað tilfeingið, sum er dyggur partur av livigrundarlagi okkara. 1.600 fólk í Fraklandi eru flutt burtur undan vatnflóð. Tað skriva fleiri altjóða miðlar í dag. Talan er í høvuðsheitum um fólk í tjaldi og kampingvognum. Fleiri bjargingarlið við tyrlum hava bjargað fólkum, sum eitt nú hava lagt tjald ella stilla kampingvognin í raktu økjunum. Tað skrivar DR.dk . Tað hevur verið sera heitt í norðarapartinum av landspartinum Gard í Fraklandi í fleiri dagar, og í gjár fór so at regna. Og tað fór at regna øiligt, og tað elvdi til stóra vatnflóð. Tað var serliga við áirnar Ceze og L Ardeche, at vatnflóð var. Og tí vórðu boð send eftir tyrlum at bjarga teimum mongu fólkunum í tjaldi og í kampingvonum. Thierry Dousset, sum er embætisfólk í landspartinum, sigur við franska blaðið BFM TV, at fleiri fólk eru flogin úr kampingøkjunum í tyrlum, og sambært tíðindastovuni er ein 70 ára gamal maður úr Týsklandi saknaður. Maðurin var eftir øllum at døma í sínum kampingvogni, tá vatnflóðin byrjaði at gera um seg. Í einum býi beint við vórðu 119 børn flutt burtur til eitt trygdarrúm, og sambært BBC.com standa 17.000 hús uttan streym vegna vatnflóðini. Tað er enn trupult at koma fram til øll tey, ið tørva hjálp, tí fleiri vegir eru sperraðir orsakað av vatnflóðini. Og júst tí eru fleiri tyrlur nýttar í bjargingini. Høgni Hoydal boðaði 19. juni frá, at uppboðssølurnar, sum annars skuldu vera 20. og 27. juni, vóru útsettar til ávikavist 14. august týsdagin og 16. august hósdagin . Uppboðssølurnar vóru útsettar, tí tað var betri at fáa umsóknirnar um menningarkvotur avgreiddar fyrst. Sambært fiskimálaráðnum kann tað hava fyrimun fyri vinnuna, at menningarkvoturnar eru avgreiddar, áðrenn langtíðarrættindi at fiska makrel og norðhavssild verða keypt. Rógvi Reinert, aðalstjóri í fiskivinnumálum segði við útvarpið fyrr í vikuni, at arbeitt varð sum, at uppboðsølurnar skuldu vera komandi vikuna. Men so er ikki. Sølan av rættindum at veiða makrel verður so avgreidd 21. august 2018. Og sølan av rættindum at veiða norðhavssild verður avgreidd 23. august 2018. Tað hevur ljóðað at menningarkvoturnar verða lutaðar út í hesi vikuni, men enn er einki at frætta. 38 umsóknir komu inn um menningarkvotur, men bara 7 loyvi verða latin. Orsakað av váta veðrinum og nógvu gongdini út í Mykineshólm í summar, hava hagastýrisformennirnir í Mykinesi valt at avmarka atgongdina oman í Lamba og út í hólm restina av mánaðinum. Tað stendur í tíðindaskrivi, sum Visit Faroe Islands, hiking.fo og hagastýrisformenninir í Mykines hava sent miðlunum fyrrapartin. Gøtan ígjøgnum lundalandið úti í Lamba er so mikið illa farin, at mett verður, at tað ikki er ráðiligt hjá fólki at ganga har í løtuni, stendur at lesa í tíðindaskrivinum. Vøllurin er illa farin í støðum, og fyri at umganga, at hann fer verri, er neyðugt at steðga á og lata lendið fáa frið, sigur Bjarni Hansen, bóndi og hagastýrisformaður. Hagastýrisformennirnir og hiking.fo við Pól Sundsskarð, sum umsitur gjaldskipanina í oynni, hava tikið hesa avgerð í felag. Forboðið er sett í gildi í dag. Um umstøðurnar broytast, verður møgiliga latið upp aftur fyri ferðslu. Vit halda, tað er skilagott at lata økið fáa frið í eina tíð, og so taka vit støðu til, um man skal opna fyri ferðsluni aftur, tá ein tíð er fráliðin, sigur Pól Sundsskarð. Stórt hátíðarhald var á Glasi í samband við, at Landsverk formliga handaði Mentamálaráðnum nýggja, stásiliga miðnámsskúlan við Marknagil. Landsverk sigur, at 3.500 fólk vóru til hátiðarløtuna í gjár, tó ikki øll í senn. Fólk komu og fóru, men 1.900 vóru inni, tá tey flestu vóru inni. Nýggi miðnámsskúlin í Marknagili, Glasir, kostar 32.600 krónur fyri fermeturin, tá maskinur og innbúgv eru tald við. Tað upplýsti Ewald Kjølbro, stjóri í Landsverki, í gjár. Kostnaðurin higartil fyri skúlan er 636,5 milliónir krónur. Nógv fólk var í Glasi í gjár, tá Landsverk handaði Mentamálaráðnum bygningin, sum frá hósdegnum í næstu viku skal hýsa studentaskúlanum og HF skeiðinum, sum vóru í Hoydølum, Tekniska skúla og Handilsskúlanum, sum frammanundan vóru í Vesturbýnum. Seks ár eru síðani, tilboðini vórðu latin upp, og 15. apríl í 2013 setti Bjørn Kalsø, sum tá var landsstýrismaður í mentamálum, hakan í í Marknagili. Ewald Kjølbro segði í gjár, at 150 fólk hava arbeitt á byggiplássinum, 640 ársverk. Landsverk hevur havt sáttmálar við 31 arbeiðstakarar, 11 innbúgvsveitarar og sjey reingerðarfyritøkur. Mentamálaráðið gav Glasi eina kantatu, sum systrarnar Lív Maria Róadóttir Jæger og Unn Paturson hava gjørt. Kórið Tarira sang kantatuna í Glasi í gjár. Fyrsta skúladagur í Glasi verður hósdagin í næstu viku. Tá fæst at vita, hvussu Glasir rigga sum skúli. Har verða 1500 næmingar og 200 lærarar. Føroyska U18 landsliðið hjá monnum luttekur í hesum døgum í EM kapping í Georgia. Fyrsti dystur hjá Føroyum var í dag móti Luksemburg, sum Føroyar tapti. Føroyar løgdu seg á odda frá dystarbyrjan, men megnaðu ikki at halda støðuni. Tá farið varð til hálvleiks, var støðan 12 18 til Luksemburg, stendur á heimasíðuni hjá Hondbóltssambandinum. Í seinna hálvleiki stóð verjan nakað stinnari, og megnaðu Føroyar at halda málmuninum. Endaliga úrslitið gjørdist 26 32. Elias á Skipagøtu var stórspælandi í álopinum. Hann skeyt 10 mál og varð valdur til dagsins leikara eftir dystin. Hetta er samstundis fyrsti landsdystur nakrantíð hjá fleiri av føroysku spælarunum, sum skulu aftur í eldin í morgin, tá Føroyar hitta Estland. Tann dysturin byrjar klokkan 8. Evropeiska hondbóltssambandið stroymir allir dystir í kappingini, og til ber eisini at síggja dystin hjá Føroyum í morgin. Leinkjan, sum opnar í nýggjum vindeyga, er her . Tveir dystir í bestu føroysku fótbóltsdeildini verða spældir í kvøld klokkan seks. Í Gundadali í Havn spæla B36 og EB Steymur, og í Djúpumýru í Klaksvík verður oddabrak, tá KÍ tekur í móti HB. HB er oddalið við 43 stigum, KÍ hevur 41. Vinnur HB eru teir fimm stig frammanfyri KÍ. Men tað er enn langur vegur til FM heitið, sigur Símun Samuelsen, sum spælir við HB. Vit lógu eina tíð fimm stig aftan fyri KÍ, og stutt eftir lógu vit fimm stig framman fyri KÍ, og nú er tað so javnt aftur. Vit kunnu ikki siga í dag, hvar liðini enda síðst í oktober mánað, tá kappingarárið er liðugt, sigur Símun Samuelsen, sum gleðir seg til ein spennandi dyst við frálíkum umstøðum. Símun Samuelsen sipar millum annað til mongu áskoðararnar, sum vera í Djúpumýru í kvøld. Páll Klettskarð, liðformaður hjá KÍ, vónar, at bróðurparturin kring vøllin fer at rópa á KÍ og ikki HB. Í tí sambandi varð alment hátíðarhald á Glasi. Til hátíðarhaldið vóru millum annað tónleikaframførðslur frá eitt nú FRUM og Havnakórinum og alskyns røður frá millum annað Ewald Kjølbro, stjóra á Landsverk, Boga Bech Jensen, rektari og arkitektinum Bjarke Ingels, ið hevur teknað stásliga bygningin. Í tí sambandi varð alment hátíðarhald á Glasi. Til hátíðarhaldið vóru millum annað tónleikaframførðslur frá eitt nú FRUM og Havnakórinum og alskyns røður frá millum annað Ewald Kjølbro, stjóra á Landsverk, Boga Bech Jensen, rektari og arkitektinum Bjarke Ingels, ið hevur teknað stásliga bygningin. Fiskimálaráðið er framvegis ikki liðugt at viðgera tilmælið um menningarkvotur, sum ein arbeiðsbólkur handaði landsstýrismanninum tann 18. juli. Føroyar luttaka í hesum døgum í EM kapping, sum verður spæld í Georgia. Føroyingar spældu fyrsta dystin í gjár, tá teir tóku ímóti Luxemburg. Tann dystin tapti Føroyar. Í morgun gekk betri. Føroyar hevði gott tak á Estlendska liðnum, og Føroyar lógu á odda at kalla allan dystin. Tá farið varð til hálvleiks var støðan 10 6 til Føroyar. Føroyingarnir øktu um leiðsluna í seinna hálvleiki og vunnu dystin 31 21. Í Gundadali spældu B36 og EB Streymur. Tann dysturin endaði við einum 2 2 javnleiki, eftir at B36 í seinna hálvleiki leingi var frammanfyri 2 1 og hevði fleiri møguleikar at økja um leiðsluna. Tá ið tveir minuttir vóru eftir, skoraði Arnbjørn Hansen til 2 2, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið. Tað var ein sera spennandi dystur. HB legði seg á odda stutt inn í seinna hálvleik, tá Ari Dahl Olsen skoraði. Men KÍ legði stórt trýst á HB, og serliga var tað í síðstu minuttunum, at KÍ kundi javna. Við sigrinum í gjár varðveitir HB sostatt fyrsta plássi og er fimm stig framman fyri KÍ, sum liggur á øðrum plássi í kappingini um FM heitið. Forsetin í Turkalandi heitir nú á turkar um at selja gull og veksla fremmand gjaldoyrað til turkiskan pening í eini roynd at styrkja liran. Virðið á turkiska gjaldoyranum fall nógv í kjalarvørrunum á amerikansku boðunum um, at amerikanski tollurin á turkiskt stál hækkaði við 50 prosentum. Virðið á liranum er næstan hálverað higartil í ár og fall 18 prosent í virði í gjár. Turkiski forsetin, Erdogan, royndi at sissa fólk í eini røðu í gjár, sambært Reuters. Var fólkaatkvøðan í dag, høvdu 52 av veljarunum valt at vera verandi í ES, og 48 valt Brexit. Tað vísir ein veljarakanning, sum er gjørd seinastu tríggjar mánaðarnar. Heili 70 av teimum, sum eru millum 18 og 24 høvdu valt at vera verandi í ES, meðan heili 60 av teimum, sum eru eldri enn 60 ár, høvdu valt at venda ES baki, um val var í dag. Hallið er eitt úrslit av inntøkunum og útreiðslunum hjá landinum búskapurin hjá einstøku statsríkunum eru ikki taldur við. Tað upplýsir tíðindastovan AP sambært TV 2. Tíðindastovan AP hevur fingið tølini frá eini frágreiðing hjá amerikanska fíggjarmálaráðnum, sum vísir á, at USA hevur fyrstu 10 mánaðirnar í roknskaparárinum eitt hall upp á 684 milliardir dollarar. Og hetta er størsta hallið hjá USA í seks ár. Høvuðsorsøkin til stóra hallið er helst skattanýskipanin, sum ein meiriluti í Kongressuni samtykti saman við Donaldi Trump, forseta. Sambært tíðindastovuni Bloomberg hevði skattanýskipanin ein skattalætta við sær á 300 milliardir dollarar í hesum roknskaparárinum. Og harafturímóti eru útreiðslurnar hækkaðar umleið 4,4 . Menningardeildin hjá Visit Faroe Islands byrjaði 1. apríl í ár. Endamálið við deildini er at menna ferðavinnuna innanlands í Føroyum. Ætlanin er fyrst og fremst at orða eina ætlan, sum skal siga, hvussu vit vilja hava Føroyar sum ferðamannaland, sigur Jóhan Pauli Helgason, sum er leiðari á menningardeildini. Tað, sum tó er høvuðsavbjóðigin í føroysku ferðavinnuni innanlands, er lóggávan á økinum. Jóhan Pauli Helgason sigur, at tað er trupult at skipa ferðavinnuna, sum hon er nú, tí formligu amboðini mangla. Í gjár avgjørdu hagastýrismenninir í Mykinesi, at steðga allari gongd út í Mykineshólm orsakað av øktu ferðsluni og ringa veðrinum. Lendið er slitið, og tí er avgerð tikin um at lata hagan hvíla restina av mánaðinum fyri fyrst. Mykines er eitt dømi um, at ferðavinnan og serliga gongdin í haganum má skipast betur, soleiðis at vit kunnu hava eina burðardygga ferðavinnu í Føroyum, sigur Jóhan Pauli Helgason. Føroyska U17 landsliðið í fótbólti hevur spælt seinasta dyst NM kappingini, sum seinastu dagarnar hevur verið í Føroyum. NM kappingin er ein kapping millum norðurlond. Føroyar taptu teir báðar fyrstu dystirnar, men hóskvøldið spældu teir javnt móti Kina, sum luttekur í kappingini sum gestaland. Hetta merkti, at Føroyar skuldu spæla um fimta plássið móti Svøríki. Tann dysturin var spældur á Tórsvølli fyri løtu síðani. Sviar vóru sterkara liðið, og tá farið varð til hálvleiks var støðan 2 0. Eitt mál varð skorað í triðja hálvleiki, tá sviar løgdu seg fram um 3 0, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið. Sostatt endaðu Føroyar á einum sætta plássi í NM kappingini. 8 lond luttaka í kappingini, umframt Norðurlondini eru Kina og Norðurírland við sum gestalond. Tey bæði gestalondini endaðu aftast í kappingini. Føroyar gjørdust sum vera man nummar seks, meðan Svøríki endaði sum nummar fimm. Norra endaði á einum fjórða plássi, og Danmark gjørdist nummar trý. Summarið 2018 hevur verið serliga deyðiligt fyri fjallaklintrarar á Mont Blanc. Í gjár vóru trý fólk funnin deyð. Tað upplýsir tíðindastovan AFP. Mont Blanc liggur í alpunum og er 4.810 metrar høgt. Og sæð burtur frá Elbrus, sum liggur í Russlandi, er Mont Blanc hægsta fjallið í Evropa. Talan er um Karry Dressing og Karry Mango Dressing frá B hncke, Creme Fraiche Dressingar frá Beauvais, AH og NN. Í øllum førum er talan um dunkar við 900 grammum í. Mánadagin fáa tey, sum hava søkt um menningarkvotur, svar. Tað upplýsir fiskimálaráðið fyri Kringvarpinum. Vinnan og politikarar hava ótolnast, men nú eru boðini tey, at menningarkvoturnar verða avgreiddar mánadagin tann 13. august. Kunngerðin um menningarkvotu kom í gildi tann 10. mai í ár. Hesa ferð verður bara uppisjóvarfiskur latin í menningarkvotu. Talan er um smá 41.000 tons av svartkjafti, 8.700 tons av makreli og 7.500 tons av norðhavssild. Samanlagt stív 58.000 tons av uppsjóvarfiski ella 8,5 prosent av føroysku kvotunum í ár. Menningarkvota kann latast fyri 1 ár, 2 ár, 3 ár ella 4 ár, og er hetta fyrstu ferð, at menningarkvotur skulu latast. Sambært lógini um sjófeingi kann menningarkvota latast til menningarætlanir, sum kunnu stuðla undir virðisøking av sjófeingi í ávísum øki í landinum, har atgongd til sjófeingi er avmarkað, ella arbeiðsloysið er stórt samanborið við onnur øki í landinum, ella øki við støðugt minkandi fólkatali. Metingarnevndin, sum hevur viðgjørt og gjørt tilmæli út frá teimum 38 umsóknunum, sum komnar eru ymsastaðni úr landinum, handaði Høgna Hoydal tilmæli tann 18. juli, og ætlanin var, at menningarkvoturnar skuldu verða avgreiddar áðrenn ólavsøku. Men so varð ikki. Í metingarnevndini sótu Gestur Hovgaard, Guðrið Andorsdóttir og Arnbjørn Egholm. Harafturat vóru trý varafólk sett. Tey eru Ásmundur Guðjónsson, Bartal Dulavík og Rúna Hjelm. Tvær ferðir seinastu tveir mánaðarnar hevur Høgni Hoydal útsett afturlatnu uppboðssøluna av makreli og sild, tí at menningarkvotur skuldu latast, áðrenn uppboðssølurnar skulu avgreiðast. Seinast var í gjár, tá uppboðssølurnar vórðu útsettar eina viku, tað vil siga til 21. og 23. august. Eftir øllum at døma verða uppboðssølurnar neyvan útsettar eina ferð afturat, tí nú upplýsir fiskimálaráðið fyri Kringvarpinum, at svar viðvíkjandi útlutan av menningarkvotunm er klárt og verður kunngjørt mánadagin tann 13. august. Fleiri hjartastartarar í Føroyum eru ikki skrásettir. Tað er ein trupulleiki, tí hjartastartarin kann verða munurin millum deyða og lív. Tað sigur Jógvan Jensen, leiðari hjá Ansni Tilbúgving. Um tú fert inn á hjartastartari.fo og hyggur eftir, hvar hjartastartarar eru í Føroyum, sæst tað, at eingin er skrásettur í til dømis Dímun, Skúvoy, Hesti og Koltri. Men hetta merkir tó ikki neyðturviliga, at eingin hjartastartari er á hesum hesum oyggjum. Á heimasíðuni eru 287 hjartastartarar skrásettir í Føroyum. Men Jógvan Jensen sigur, at gott 100 hjartastartarar enn ikki eru skrásettir. Og tað er ein trupulleiki, sigur hann. Tað er ikki ásett við lóg, at mann skal skráseta hjartastartaran, men Jógvan Jensen eggjar øllum til at skráseta sín hjartastartara á hjartastartari.fo, tí fleiri dømi eru um, at ein hjartastartari hevur bjargað lívi, sigur hann. Í Føroyum hava vit umleið 400 hjartastartarar tilsamans. Tað kann ljóða nógv fyri eitt lítið land sum Føroyar. Men tað er tað als ikki, sigur leiðarin hjá Ansni Tilbúgving. Eitt øgiligt rok var í rumenska høvuðsstaðnum, Bukarest, í gjárskvøldið. Tíggjutúsundtals fólk gingu mótmælisgongu móti sosialdemokratisku stjórnini í Rumenia. Tað skrivar DR. Framman fyri stjórnarbygninginum, mitt í býnum, royndu fleiri fólk at treingja seg framvið trygdarforðingunum, ið vórðu settar upp. Og fleiri kastaðu við fløskum og steinum móti politinum. Sambært felagskapinum Transparacy International er Rumenia eitt av mest korruptu londunum í ES. Men sambært mótmælisfólkunum ger sosialdemokratiska stjórnin, sum hevur sitið síðani 2016, ikki nóg nógv fyri at basa korruptiónini í landinum. Stóru uppgávurnar eru kanska ikki tær nógvu, tá tú arbeiðir sum myndaupptøkufólk í Føroyum. Tí er gott við góðum sambondum út í heim. Hetta kann Bjørg Mohr Anderssen sanna, tí hon er nú ávegis til Indonesiu, har hon skal vera partur av danska upptøkuliðnum, ið skal filma fótbólts og handbóltskappingarnar við asiatisku leikirnar, ið byrja 18. august. Føroyska U17 fótbóltslandsliðið hjá dreingjum gjørdist nummar seks av átta í kapping millum norðurlendsk landslið eftir at teir taptu 3 0 ímóti Svøríki. Svøríki endaði á fimtaplássinum. Finalan í kappingini var millum Ísland og Finnland. Ísland vann eftir umdyst og er tí norðurlendskur meistari fyri U17 landslið hjá dreingjum. Turkiska uttanríkisráðið upplýsir, at tað fer at skaða sambandið millum londini bæði, um Donald Trump, forseti, ger álvara av sínum hóttanum um at tvífalda tollsatsin á stáli og almunium úr Turkalandi. Og um hóttanin verður veruleiki, fer Turkaland at gera tað sama. USA átti at vitað, at tað einasta, sum kemur burtur úr slíkum revsitiltøkum er eitt veikari samband við okkum, skrivar turkiska uttanríkisráðið sambært tíðindastovuni AFP. Uttanríkisráðið leggur aftrat, at slík átøk móti Turkalandi fáa aftursvar. Og eisini sigur uttanríkisráðið, at revistiltøkini hjá USA eru ímóti reglunum hjá WTO. Tað var fríggjadagin, at Donald Trump, forseti, skrivaði á Twitter, at hann hevur givið sínum fíggjarmálaráðharra boð um at tvífalda tollsatsirnnar á stáli og aluminium frá Turkalandi. Fyrr í morgun sendi amerikanska rúmdarstøðin NASA eina rakett út í rúmdina. Í henni var tann sokallaði Parker Solar Probe, ið er eitt tól, ið skal sendast í umferð kring sólin. Parker Solar Probe skal sendast nærri sólini enn nakað annað tól hevur verið fyrr, men alíkavæl verður fjarstøðan frá tólinum til sólina, heili 6.1 milliónir kilometrar. Parker Solar Probe skal leggja seg í uttaru atmosferuna á sólini og skal í sjey ár flúgva kring sólina fyri at samla vitan. Av tí at einki hevur verið nærri sólini fyrr og kanna umstøðurnar so gjølla, verður væntað, at vit koma at skilja betur atferðina hjá sólini. Tað er ov tíðliga at siga um fólk fara at avlýsa sínar ætlanir um at fara út í Mykines, um tað skal avgerast frá degi til dags, um man sleppur út í hólmin. Tað fer ikki at ávirka felagið, sum røkir siglingina út í Mykines stórvegis, um so verður, sigur Maja Henriksen frá Spf Mykines, sum røkir siglingina Nú ber aftur til at ganga út í Mykineshólm. Poul Sundskarð og hansara felag Hiking.fo taka sær av allari gongu í haganum fyri hagastýrið í Mykinesi, og tey avgjørdu fríggjadagin at steingja leigina út í hólmin. í dag er latið upp aftur fyri gongu í hólmin, sigur Poul Sundskarð. Orsøkin er at tað hevur verið turt í nakrar dagar og gøtan er góð at ganga á. Allir dystirnir verða spældir í Litava. Føroysku kvinnurnar hava spælt tveir dystir higartil. Týsdagin taptu tær 3 0 móti NSA og fríggjadagin taptu tær 7 0 móti Gintra. Mathias Davidsen, venjari hjá EB Streymi Skála, sigur, at av tí at hetta er fyrstu ferð, at liðið er í Evropa og spælir, vórðu tey ikki greið yvir hvussu sterkari mótstøðu tey fóru at møta. Hann sigur, at hóast úrslitini ikki hava verið eftir vild, so hevur tað verið ein góð uppliving fyri liðið at verða við í eini sterkari kapping sum hesari. At hava grønar fingrar er allarhelst neyðugt, um tú vilt hava ein vakran urtagarð bæði tá tað ræður um blómur og urtir annars. Summarmorgun vitjaði í urtagarðinum hjá Sólrún Michelsen, saman við Gutta Winther og mammu hansara Siggu Rasmussen, ið hevði nógvar spennandi urtir at vísa. Tað merkist ikki á ferðafólkatalinum umborð á Norrønu, at ferðafólkini úr evropeiska meginlandinum, sum fara til Íslands, eru um 20 færri í ár enn í fjør. Tað sigur Rúni Vang Poulsen, stjóri í Smyril Line. Jóhannes ór Skúlason, stjóri í felagnum hjá teimum, sum selja ferðafólki tænastur í Íslandi, segði herfyri við íslendska kringvarpið, at tað koma 20 færri ferðafólk úr Evropa til Íslands í ár sammett við í fjør. Orsøkin er at íslendska krónan er vorðin sterkari og lønirnar eru farnar upp, og tí er tað vorðið dýrari í Íslandi. Tað er serliga torførari enn væntað at fáa ferðafólk til Íslands alt árið, og ikki fyrst og fremst um summarið. Hóast ongin niðurgongd er í ferðafólkatalinum, sum ferðast við Norrønu til Íslands, so hevur Smyril Line tó ikki sæð eina øking í eftirspurninginum eftir ferðum til Íslands í ár. Tað er bert Norrøna, sum siglir rutusigling við ferðafólki millum Evropeiska meginlandið og Ísland, og tí hevur Smyril Line merkt, at talið av ferðafólkum sum fara til Íslands er vaksið nógv serinastu árini. Hann er vanur við at vera sín egni stjóri og bestemma, men tá tað snýr seg um kropsligu støðuna, hevur Hanus Samró ongan avgerðarætt. Í 10 ár hevur Hanus Samró stríðst við náðileysu sjúkuna vøddasvinn , ið ger at musklarnir vikna. Nú hevur sjúkan gjørt so nógv um seg, at Hanus Samró er noyddur at sita meiri í koyristóli. Eg kann akkurát tað sama síggja støðuna, sum hon er. Eg eri bangin um at detta, beinini orka ikki altíð so væl og tí gongur hetta út yvir míni nærmastu. Tað er idiotið. Veruligt dirvi er at viðurkenna støðuna og laga seg eftir veruleikanum. 30 ára gamli Hanus Samró hevur ikki hildið seg aftur at verið virkin, hóast kropsliga støðan ikki altíð hevur verið so góð. Hann hevur sitið í Løgtinginum fyri Fólkaflokkin, givið seks bøkur út og so rekur hann eisini fyritøkuna Ó. Harafturat er hann í holt við at byggja nýggja fyritøku upp, ið eitur fishfacts, ið er ein databasi við yvirliti yvir allari fiskivinnuni í Evropa. Íverksetan og tað at stríðast er onkursvegna komin inn við móðurmjólkini hjá Hanusi Samró. Foreldrini eru sjálvstøðug vinnurekandi, síðani hava omma og abbi Hanus brúkt ein stóran part av lívinum at stríðast fyri teimum, ið hava menningartarn. Eg havi eina fastir, ið hevur menningartarn. Hon fær einki gjørt ella sagt. Tá eg hugsi um hennara støðu í mun til mína, so havi eg nógv at vera takksamur fyri. Onkursvegna gerist eg góður við lívið. Sambært løgmansskrivstovuni eru fleiri enn 200 lógarbroytingar gjørdar í donsku rættargangslógini, sum ikki eru settar í gildi fyri Føroyar. Tað er óheppið, tá Føroya Rættur er ein samfeldur partur av tí donsku dómstólaskipanini, og fleiri dómar skulu roynast í landsrættinum og Hægstarætti, sigur Aksel V. Johannesen í tíðindaskrivi. Í fjør varð ein dansk føroyskur arbeiðsbólkur settur at gera eina uppskot til eina fullkomna dagføring av rættargangslógini fyri Føroyar. Sambært løgmansskrivstovuni verður arbeiðið liðugt fyrst í 2019. Í 2003 kom fólkatalið upp aftur á sama støði sum áðrenn kreppuna, 723 borgarar, men eisini tá kom eitt fall í fólkatalinum, sum rakti botnin í 2012, tá bert 666 fólk búðu í Eiðis kommunu. Sambært Jógvani í Skorini, borgarstjóra, fær kommunan regluliga fyrispurningar um bústaðarmøguleikar í kommununi, og sambært borgarstjóranum hevur Eiðis Kommuna ætlanir um at bjóða fleiri grundøki næsta ár. Mánadagin vitjar nevndin í Suðuroynni, har hon skal kunna seg um ferðavinnu og um avbjóðingarnar hjá oynni sum útjaðari. Eisini verður vitjað í Pálshøll, í Marghøllini, í Salt og á Varðanum Pelagic. Týsdagin kunnar nevndin seg um Eysturoyartunnilin, umframt at hon vitjar Bakkafrost og kommunurnar við Skálafjørðin og Sunda Kommunu. Týskvøldið verður vitjað í Kirkjubø. Mikudagin hittir Føroyanevndin Aksel V. Johannesen, løgmann, og Høgna Hoydal, landsstýrismann í fiskivinnumálum, umframt at vitjað verður á Fróðskaparsetrinum. Tað heldur Bogi Mortensen, formaður í VB, sum er sera døpurhugaður nú hondbóltskvinnurnar í VB fáa ikki mannað lið í bestu deildini komandi kappingarár. Síðani í vár eru 10 spælarar givnir á besta kvinnuhondbóltsliðnum hjá VB, og tí fær VB ikki mannað lið í bestu kvinnudeildini komandi kappingarár. Í fjør bleiv lið mannað, tí fleiri eldri spælarar vóru við. Men støðan er ein onnur í ár, tí fleiri av teimum yngru kvinnunum fara av landinum at lesa, samstundis sum tær eldru gevast. Í løtuni eru bara 2 leikarar í árganginum frá 1982 til 2000. Bogi Mortensen heldur, at tað uttan iva eru avleiðingarnar av teirri demografisku skeiklanini, sum hevur verið í Suðuroynni seinastu ártíggjuni. Og eisini nógv færri børn verða fødd í oynni í dag. Síðani 1985 er talið minkað við meira enn eini helvt. Tí í 1985 vóru 89 børn fødd, og hetta talið var 40 í fjør. Og um hugt verður eftir talið av børnum, sum verða fødd í sunnaru helvtini av Suðuroynni, har VB heldur til, so síggja tølini ikki góð út. Bert 19 børn vóru fødd í sunnaru helvtini í fjør, afturímóti 41 í 1985. Størsta afturgongdin er í Vági. Har vóru 13 børn fødd í fjør, trý vóru fødd í Porkeri, 1 í Lopra, 1 í Hovi og 1 í Sumba. Og formaðurin í VB er í døpurhuga um støðuna og framtíðina hjá bæði liðnum og oynni. Bogi Mortensen sigur, at VB nú hevur gjørt av at leggja seg eftir ungdómsarbeiðinum, er málið, at VB verður at síggja aftur í Hvonn kappingini um ikki alt ov langa tíð. Sigast skal tó, at hóast samlaða fólkatalið og burðartalið er minkað mongu seinastu árini, so vaks fólkatalið við 35 fólkum frá 2016 til 2017. Hetta býtt á Tvøroyri, Vági, Sumba og Øravík. Vanlukkutryggingarráðið og Arbeiðs og brunaeftirlitið arbeiða við tætt skyldum økjum um arbeiðsmarknaðarmál og hoyra bæði undir Samferðslumálaráðið. Ein umskipan ger, at tað bara verður neyðugt hjá arbeiðsgevaranum at boða frá hjá einum almennum myndugleika í staðin fyri hjá tveimum. Harumframt gevur umskipanin møguleikar at brúka pengarnar betur, tí talan verður millum annað bara um eina umsiting, sum varðar av abeiðsumhvørvisøkinum. Talan er um Kommandørhúsini í Havn, sum fóru fyri 4,4 milliónir, og um ognina á Klaksvíksvegi 60, sum varð seld fyri 2,2 milliónir. Í 2018 eru settar av 30 milliónir krónur frá fastognasølu, og tað er eisini alt ov høgt mett, sigur landsstýrismaðurin í samferðslumálum. Higartil í ár eru seldir tveir bygningar hjá Tekniska skúla í Havn fyri 9,1 milliónir. Ein bygningur hjá skúlanum er enn í sølulista. Løgtingsgrannskoðararnir hava áður gjørt landsstýrinum vart við, at játtanin í fíggjarlógini, sum eitur almennir bygningar, søla, eigur at vera veruleikakend. Landið eigur 185 bygningar, sum tilsamans eru 250.000 fermetrar. Vøksturin í Noregi er 12,4 . Hann stavar fyrst og fremst frá tilflytingini, sum er 8,4 netto. 8,4 fleiri fluttu til Noregs árini 2007 til 2017 enn tey, sum fluttu frá Noregi. Ísland er nummar tvey á listanum. Har er vøksturin í fólkatalinum 10 . Í Íslandi ger burðaravlopið munin, tað var 8 árini 2007 til 2017. Eygnavitni siga, at tað sá út sum, at maðurin rendi á fólkini við vilja og síðani á verjuna uttanfyri parlamentið, men løgreglan í London hevur ikki viljað váttað nøkur tíðindi enn. Við sigrinum í dag eru føroyska liðið komið uppá fýra stig fyri fýra dystir. Føroyar eru á triðja plássi í sínum bólki. Frammanfyri Føroyar eru Makedonia og Sveis. Í Maribo á Lollandi verður annaðhvørt summar ein útileikur settur upp við áhugaleikarum og yrkissjónleikarum. Hesaferð seta tey upp Dr. Zhivago, har Christina Elisabeth Mørkøre hevur kvinnuliga høvuðsleiklutin. Tá nú leikurin verður spældur uttandura, hevur veðrið eisini ein stóran leiklut, og tá frumframført var fyri 1000 áskoðarum, spældi veðrið ikki við, tí stormur við torusláttri gjørdi enda á framførsluni hendan dagin. Mentamálaráðið hevur tikið avgerð í kæruni hjá Liljuni Weihe um flytingina í annað starv, eftir at Mentamálaráðið ógildaði uppsøgnina av henni sum tíðindaleiðara í apríl í ár. Tann sokallaða flytingin innan starvsøkið av tíðindaleiðaranum merkti sambært niðurstøðuni hjá Mentamálaráðnum so stórar broytingar í starvinum hjá tíðindaleiðaranum, at tað starvsrættarliga er at meta sum ein uppsøgn við tilboði um annað starv. Vísandi til, at talan í hesum førinum er um eina setanarrættarliga atgerð, sum er grundað á, at nakað er at lasta starvsfólkinum, er harumframt krav um eina víðkaða partshoyring. Víðka partshoyring áleggur setanarmyndugleikanum at partshoyra um tær faktisku umstøðurnar, umframt hvussu setanarmyndugleikin hevur mett um próvtilfar og rættarligar spurningar í málinum.Boðast skal eisini frá, hvørja støðu setanarmyndugleikin hevur til teir rættarligu spurningar í málinum herundir tær rættarreglur, ið verða brútkar og hvussu tær verða brúktar í málinum. Røtt mannagongd í hesum málinum vildi sostatt verið, at KvF gav eitt ætlanarskriv um uppsøgn úr starvinum sum leiðari fyri aktuelt, samstundis, sum kærarin fekk tilboð um eitt nýtt starv. Hetta hevði havt við sær, at um kærarin ikki tók við nýggja starvinum, var hon at rokna sum uppsøgd av KvF sambært galdandi reglum . MMR leggur afturat, at niðurstøðan at ógilda uppsøgnuna av Liljuni Weihe í fyrstu atløgu bygdi á principp um proportionalitet, og at tað Við støði í teimum upplýsingum, sum fyriliggja í málinum, verður í útgangsstøðinum mett, at ein møgulig ætlan hjá KVF um at siga kæraranum úr starvi sum Leiðara fyri Aktuelt og samstundis bjóða henni eitt annað hóskandi starv helst hevði verið eitt proportionalt stig at tikið sæð í ljósinum av staðfestu brotunum. Harafturat stendur í avgerðini, at Mentamálaráðið ikki hevur orsøk til at seta metingina hjá Kringvarpinum, at atburðurin hjá kæraranum hevur viðført at stjórin á KVF misti álitið á kæraranum sum leiðara fyri Aktuelt. MMR sigur seg heldur ongar viðmerkingar hava til ætlanina hjá KvF um, at kærarin í staðin skal røkja aðrar uppávur innan tíðindaøki á stovninum, men at ein so týðandi broyting í starvinum hjá kæraranum má gerast á rættan hátt sambært sarvsfóklarættinum og fyrisitigarættinum. Maðurin, sum er síðst í tjúgunum, var einsamallur í einum Ford Fiesta bili. Eingi vápn vórðu funnin í bilinum. Maðurin varð handtikin á staðnum. London Metropolitian Police sigur í tíðindaskrivi, at tilburðurin verður kannaður sum ein yvirgangsatsókn, og at bilførarin verður viðgjørdur sum ein persónur, ið er undir illgruna at hava framt yvirgang. Sambært italsku myndugleikunum er størsti parturin av brúnni rapaður yvir eina á í býnum, men møguliga eru hús og verksmiðjur eisini rakt. Sambært tíðindastovuni AP vóru í minsta lagi 10 akfør á tí partinum av brúnni, sum rapaði. Og bjargingarlið á staðnum óttast, at talið av deyðum kann gerast stórt. Løgreglan sigur á Twitter, at brúgvin rapaði eftir ein heldur brádligan ódnarvind, og hevur løgreglan lagt fleiri myndir á Twitter. Í Summarmorgni í morgun vitjaðu vit eisini tann stóra vakstrartunnilin hjá Veltuni á Sandi, har tey í summar hava havt 20 ymisk sløg av fruktum og grønmeti. Her er eitt áhugavert prát við Katrina Petersen, Harald Símunarson Hansen, gartnara og nakrar ungar gentur av Sandi, sum í summar hava lúkað og tynt á Sandafløttinum. Summarmorgun hitti Marjuna Joensen í køkinum á Sandoy Seafood í Skopun, har hon ger mat til arbeiðsfólkið. Enn borðreiðir hon ikki við egnum grønmeti á virkinum, men tað verður kanska skjótt. Í røðu til turkiska fólkið ger Recep Tayyip Erdogan greitt, at Turkaland ætlar sær hvørki at slaka fyri amerikansku krøvunum og ei heldur at hokna undir nýggjastu tiltøkunum, sum vórðu sett í gildi í gjár. USA hevur iPhone, men hinumegin er jú Samsung, sigur Erdogan og sipar til at Turkaland kann banna øllum innflutningi av iPhone og øðrum ellutum, sum USA framleiðir. Í røðuni, sum varð hildin í Ankara í samband við 16 ára dagin fyri stovnanina av AKP flokkinum, legði Erdogan dent á, at hann letur seg ikki trýsta av USA, men í staðin vil hann finna bæði búskaparligar og politiskar loysnir aðrastaðni enn hjá hinum NATO londunum. Erdogan mælir turkiska fólkinum til at veksla sínar dollarar um til turkiska gjaldoyra lira fyri á tann hátt at styrkja búskapin í landinum. Tvær vikur eru nú síðani, at USA setti í verk tiltøk móti fleiri av turkisku ráðharrunum, og fríggjadagin legði amerikanski forsetin 50 í innflutningstolli á alumininum og 20 á stál úr Turkalandi. Tiltøkini fremur Donald Trump, tí at Recep Tayyip Erdogan noktar at útflýggja amerikanska prestin Andrew Brunson, sum hevur sitið í húsavarðhaldi í Turkalandi síðsta hálvtannað árið undir illgruna fyri at hava verið við í kvettroyndini móti Erdogan á sumri í 2016. Turkiski búskapurin er undir stórum trýsti. Seinasta árið er virðið á gjaldoyranum fallið meira enn 40 , og fríggjadagin legði turkiska stjórnin fram eina bjargingarætlan, sum skal fáa búskapin á føtur aftur. Við á tíðindafundinum í Fiskimálaráðnum vera Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, og Gestur Hovgaard, formaður í metingarnevndini, sum á ólavsøku lat landsstýrismanninum sítt tilmæli. Tó sigur kunngerðin um menningarkvotur, at av samlaðu nøgdini fyri hvørt fiskaslag skal í minsta lagi ein fjórðingur av nøgdini latast fyri eitt ár. Har stendur, at ein partur av tøkari føroyskari kvotu kann verða settur av til at brúka sum liður í vinnuligum menningarætlanum kring landið. Latast kunnu í mesta lagi 8,5 av samlaðu føroysku kvotuni av ávísa fiskaslagnum. Víðari stendur í stykki 2, at kvota kann latast til menningarætlanir, sum kunnu stuðla undir virðisøking av sjófeingi í ávísum øki í landinum, har atgongd til sjófeingi er avmarkað, ella arbeiðsloysið er stórt samanborið við onnur øki í landinum, ella øki við støðugt minkandi fólkatali. Fimm verkætlanir eru í Suðuroy. Ein verkætlan er á Sandoy. Ein verkætlan er í Vestmanna, ein verkætlan er í Vágum, og ein verkætlan er í Sundalagnum. Heini O. Heinesen umboðaði Tjóðveldisflokkin á løgtingi í yvir tvey ára tíggju. Hann varð fyrstu ferð valdur á ting í 1984 og var síðan valdur á hvørjum valið inntil 2004, tá hann ikki var valdur. Heini O. Heiensen sat eisini í bygdaráðnum í Kunoyar kommunu. Fyrst frá 1962 til 1970 og aftur frá 1977. Hann var valdur fyri seinastu ferð í bygdaráðið í 2012. Tey flestu árini í bygdaráðnum røkti hann borgarstjórasessin. Pengarnir verða millum annað latnir teimum, sum uttanlands skipa fyri átøkum, har beinleiðis ella óbeinleiðis flogleiðir verða settar á stovn, og til at stuðla ferðamálum og flogleiðum, sum sambært Visit Faroe Islands eru lyklamarknaðir. Stuðul verður bara latin flogfeløgum, sum virka fyri at betra leiðirnar til Føroya og úr Føroyum, sum vilja styrkja sína støðu á útlendska marknaðinum, og vera við í arbeiðinum at marknaðarføra Føroyar sum ferðavinnumál. Í mesta lagi 700.000 krónur kunnu latast einstakari fyritøku. Vága floghavn kann tó víkja frá hægsta markinum, um talan er um stórar felags verkætlanir. Nú ætlar landsstýriskvinnan at broyta tríggjar lógir afturat, lógina um náttúrufriðing, lógina um kærunevnd í lendismálum og lógina um umhvørvisvernd. Landsstýriskvinnan skjýtur eisini upp, at kærumálsviðgerðin, sum í dag er hjá Heilsu og innlendismálaráðnum, verður flutt í eina kærunevnd undir Føroya kærustovni. Ætlanin er at víðka Kærunevndina í lendismálum, so hon eisini fer at fevna um náttúru og umhvørvismál. Kærunevndin verður víðkað við tveimum limum, sum skulu vera kønir í náttúru og umhvørvismálum. Heilsu og innlendismálaráðið metir, at Umhvørvisstovan má seta nýggjan fulltrúa at umsita lógina um margfeldi og náttúrufriðing. Mælt verður til at játta 660.000 krónur til hetta. Men í einari skiftistíð má játtan tó vera tøk til friðingarnevndirnar, so tær fáa avgreitt tey mál, sum eru til viðgerðar, tá nýggja lógin kemur í gildi, sigur Heilsu og innlendismálaráðið. Sambært lógaruppskotinum skulu avgerðir sambært náttúrumargfeldislógini, náttúrufriðingarlógini og umhvørvisverndarlógini kunna kærast til víðkaðu Kærunevndina í lendismálum, sum broytir navn til Kærunevndin í náttúru , umhvørvis og lendismálum. Mælt verður til at hækka samsýningina til forkvinnuna ella formannin í Kærunevndini úr 2.500 upp í 3.500 krónur um mánaðin og samsýningina til hini í nevndini úr 1.250 upp í 1.750 krónur um mánaðin. Granskarar frá Drotning Ingridar sjúkrahúsinum í Nuuk, regiónssjúkrahúsinum í Ilulissat, Odense Universitetshospitali og Statens Insitut for Folkesundhed, hava kannað grønlendsk børn. Eitt nú hvussu tey vaksa fyrstu 8 9 árini, og kanningarnar vísa, at børnini eru hægri og sunnari enn áður. Inuittar í Grønlandi, Kanada og Alaska hava í fleiri ættarlið verið lægri enn eitt nú danir og aðrir evropearir, men hava kortini vigað tað sama skrivar videnskab.dk . Kanningar frá 1996 1997 vístu, at grønlendskir menn og grønlendskar kvinnur í miðal vóru millum fimm og sjey sentimetrar lægri enn danir. Hetta er broytt, skrivar tíðarritið. Sambært granskarunum er orsøkin til, at grønlendsku børnini eru hægri, fyrst og fremst sunnari og fjølbroyttari kostur, men ein orsøk er eisini, at tey flestu hava ein ella fleiri forfedrar av skandinaviskum uppruna. Ílegukanningar vísa, at ein fjórðingur av íleguarvinum hjá grønlendingum í dag er skandinaviskur. Taks góðtók ikki avgerðina hjá Føroya rætti í málinum um skattaviðurskiftini hjá teimum 11 eigarunum og skeyt avgerðina hjá Føroya rætti inn fyri landsrættin. Føroya rættur avgjørdi í oktober í fjør, at partaeigararnir í Varðanum sleppa undan at rinda skatt av teimum fyrstu 887 milliónum krónunum, um fyritøkan verður seld. Sambært kapitalvinningsskattalógini er skatturin annars 35 prosent, og tí sleppa eigararnir í Varðanum undan at rinda 310 milliónir krónur í skatti. Tvídrátturin millum Taks og Vinnuna í Gøtu, sum nú eitur Varðin, byrjaði fyri nógvum árum síðani. Taks tapti tá bæði í Føroya rætti og í Landsrættinum. Hægstirættur staðfesti í 2015, at talan var um fjalda útlutan av vinningsbýti, tá eigararnir í partafelagnum Vinnuni, sum í dag eitur Varðin, í 2005 seldu partabrøv til sítt egna holdingfelag og fingu 152 milliónir krónur burturúr. Málið hevur tó hildið fram síðani, og endaði í fyrsta umfari við, at Skattakærunevndin gav eigarunum viðhald. Tað fekk Toll og skattaráð Føroya at fara í rættin við málinum. Føroya rættur vísti til avgerðina hjá Skattakærunevndini, sum gav eigarunum viðhald, og Taks gjørdi av at royna málið í Landsrættinum, sum viðger málið í dag. Onnur verkætlanin kallast Kanningar eftir møguligum grundvatni í økinum á Fútakletti á Vágoynni til smolt aling á landi . Partarnir í verkætlanini eru Malan Ellefsen, jarðfrøðingur, Hiddenfjord og DTU Environment. Eisini verður samstarvað við Náttúruvísindadeildina á Setrinum og aðrar partar í Føroyum. Hin verkætlanin kallast Útvinnan av alduorku við Føroyar . Partarnir í verkætlanini eru Bárður Joensen, sivilverkfrøðingur, LBF og DTU Mechanical Engineering. Eisini verður samstarvað við SEV, Náttúruvísindadeildina á Setrinum og aðrar partar í Føroyum. Ein ph.d. kandidatur verður settur í starv í eini fyritøku og samstundis innskrivaður til ph.d. lestur á einum universiteti. Harafturat kann talan vera um aðrar partar eisini, til dømis fleiri fyritøkur ella granskingarstovnar. Tað er fyritøkan, sum fær stuðul til verkætlanina, og sum rindar restina av kostnaðinum av verkætlanini annaðhvørt sjálv ella í samstarvi við aðrar privatar partar. Tað er í stóran mun fyritøkan, sum avger, hvørjum verður granskað í og hví, og úrslitini skulu oftast brúkast ítøkiliga í hesi fyritøkuni. Tað varð almannakunngjørt á tíðindafundi í Fiskimálaráðnum í gjár. Á tíðindafundinum upplýsti landsstýrismaðurin eisini, at ein umsókn liggur enn í fyrisitingini. Sambært lógini um sjófeingi kann menningarkvota latast til menningarætlanir, sum kunnu stuðla undir virðisøking av sjófeingi í ávísum øki í landinum, har atgongd til sjófeingi er avmarkað, ella arbeiðsloysið er stórt samanborið við onnur øki í landinum, ella øki við støðugt minkandi fólkatali. Vestmanna Fiskavirki fær størsta partin av svartkjaftinum, tilsamans 12.970 tons, umframt 2000 tons av makreli og stívliga 1600 tons av norðhavssild. Áramálið er fýra ár. Partafelagið Skip og Snarfrost í Vágum fær 10.400 tons av svartkjafti, 2000 tons av makreli og stívliga 1600 tons av norðhavssild. Eisini her er áramálið fýra ár. Smápartafelagið Sjógæti, sum hevur heimstað í Norðureysturoy og Norðstreymoy, fær 900 tons av makreli og 540 tons av norðhavssild. Áramálið er fýra ár. 41.912 tons av svartkjafti, 8749 tons av makreli og 7510 tons av norðhavssild, tað vil siga stív 58.000 tons, skuldu býtast út sum menningarkvota í ár, men góð 48.000 tons vórðu utlutað. Hetta kemst sambært fiskimálaráðnum av, at eitt fyrisitingarligt ivamál hevur stungið seg upp, og tí er ein ávísur prosentpartur av menningarkvotunum í ár fyribils hildin aftur. Á tíðindafundinum í Fiskimálaráðnum varð upplýst, at teir 38 umsøkjararnir søktu um tilsamans 289.000 tons av svartkjafti, 87.000 tons av makreli og 67.500 tons av norðhavssild. Á tíðindafundinum segði Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, at Fiskimálaráðið hevur fylgt tilmælunum frá metingarnevndini, sum handaði landsstýrismanninum sítt tilmæli á ólavsøku. Ætlanin er at ansa eftir, at allar lógir verða hildnar. Vakmyndatól skulu setast upp allastaðni, í skipum, havnum, flutningstólum og fiskavirkjum í øllum liðum í fiskivinnuni. Fiskimálaráðið ætlar eisini at brúka dronur til eftirlitið. Vinnan ávarar móti hesum eftirliti, sum kann gerast ein fyrimynd hjá øðrum. Endin kann gerast tann, at Ísland gerst eitt eftirlitssamfelag, sum vit annars bara kenna úr skaldsøgum og filmum. Vinnan heitir á Fiskimálaráðið um at brúka annað eftirlit, sum er hóskandi í Vesturheiminum, har sum nógv tey flestu halda lógir og reglur, heldur enn at gera eitt eftirlit, sum ger øll í fiskivinnuni illgrunaverd. Dátueftirlitið gjørdi greitt, at vakmyndatól bara kunnu verða brúkt til lóglig og saklig endamál sambært lógini um persónsupplýsingar, og at Dátueftirlitið ongantíð góðtekur, at vakmyndatól verða brúkt til at hava starvsfólk undir støðugum eftirliti. Men til ber at fyribyrgja einum stórum parti av hesum boðum, um vit kemba, nú áðrenn farið verður aftur í skúla. Børn hava verið á legu, og foreldur hava eisini summarfrí frá lúsakambinum, og nú er tíð at kanna hárið hjá børnunum áðrenn tey fara í skúla. Soleiðis siga Kristina Jacobsen og Katy við Skipá, ið starvast á apotekinum. Politiið í Føroyum hevur tikið málið upp aftur, viðvíkjandi illgrunasama deyða Mariu Fuglø Christiansen í Hvannasundi í november 2012. Hesum boðar løgreglan frá í tíðindaskrivi tíðliga mikudagin. Gentan hevði tá ikki verið sædd í stívliga eitt samdøgur. Farið var at leita eftir gentuni. Tá politiið fekk fráboðanina um horvnu gentuna, høvdu fólk, sum leitaðu, longu funnið hana í sjónum sunnan fyri byrgingina Hvannasundsmegin. Niðurstøðan hjá politinum eftir líkskoðanina var, at eingin tekin vóru um, at gentan hevði verið fyri nøkrum ágangi. Heldur ikki vóru tekin um, at eitt óhapp var hent. Í september 2013 var líkið av 16 ára gomlu gentuni grivið upp aftur. Tá segði løgreglan, at onkur óvissa var um málið, og tí varð líkið grivið upp aftur. Spurningurin í samband við uppgrevsturin var, um maðurin hevði framt brotsverk ímóti gentuni longu í november 2012, tá hon varð funnin deyð. Fólk, sum halda seg vita okkurt um málið, eru biðin um at venda sær til løgregluna sum skjótast. Tað kann gerast á telefonnummar 114. Hetta er eisini galdandi fyri tey, sum fyrr eru avhoyrd í málinum. Politiið skrásetir øll sum ringja inn um málið, og setir seg í samband við tey aftur skjótast gjørligt. Sjálvt um vitanin, tú situr inni við kann tykjast uttan týdning og ónýtilig, verða øll biðin um, at venda sær til politiið. Upplýsingarnir kunnu vísa seg, saman við øðrum kanningum hjá politinum, at hava týdning fyri málið . Hildur Hentze, leiðari á Kriminaldeildini sigur í dag, at tey taka málið upp aftur, tí nógvir leysir endar framhaldandi eru um hendingina í november í 2012. Stórbæra umhvørvið á Viðareiði gav Christian Matras íblástur til fleiri av hansara bestu yrkingum. Truplu viðurskiftini millum menniskju og náttúru komu rættuliga til sjóndar, og heimbygdin og Viðoyggin gjørdust til alheimin í hansara skaldskapi. Meinhard Bjartalíð tekur okkum við á eina ferð gjøgnum bygdina og vakra umhvørvið á Viðareiði, meðan hann greiðir okkum frá um tættir í skaldskapinum hjá Christian Matras. Klaksvíkar Sangkór syngur nakrar av kendastu yrkingunum hjá høvundanum, sum hevði fylt 100 ár tann 7 desember. Gjørt sendingina hava Ragnar A. Jacobsen, Bjarnheðin í Hoyvík og Zacharias Hammer Danski sangbólkurin hevur konsert í Norðurlandahúsinum í dag, Gøtu kirkju hósdagin og í Salt á Tvøroyri fríggjadagin. Føroyska Tóra Vestergaard er limur í bólkinum, og vit fingu eitt prát við hana og kórleiðaran Astrid Vang Pedersen. Prátið fall millum annað á munin millum eitt kór og ein sangbólk, og tað at hava nógvar komponistar í bólkinum. Eisini framførdu tey tveir sangir í útvarpsstovuni. Tí er enn ógreitt, hvør fær tann partin av kvotunum, sum Fiskimálaráðið hevur valt at taka av pørtunum hjá teimum níggju umsøkjarunum, sum hava fingið menningarkvotu. Spurningurin er, um talan er um ein tíggjunda umsøkjara, ella um parturin møguliga skal latast einum ella fleiri av teimum níggju, sum longu hava fingið lutað menningarkvotu. Landsstýrismaðurin segði tó á tíðindafundinum í gjár, at tilmælið verður fylgt, men at eitt prosenttal er tikið av kvotunum hjá øllum níggju aktørunum, orsakað av einum fyrisitingarligum fyrivarni og eini hoyring, sum skal avgreiðast. Tað er ikki greitt, um talan er um ein 10. umsøkjara, sum skal hava burtur av kvotunum, ella um onkur av teimum níggju, sum longu hava fingið menningarkvotu, skal hava meira, enn tað, sum nevndin hevur mælt til. Tað, sum kann vera undranarvert, er, at Fiskimálaráðið, sum stendur fyri fyrisitingarligu viðgerðini, hevur góðtikið teir níggju aktørarnar, sum hava fingið tillutað menningarkvotu. So har átti ikki at verið nakar fyrisitingarligur trupulleiki. Tí er eisini ivasamt, um nakar annar enn tey níggju, ið hava fingið menningarkvotu, kunnu fáa menningarkvotu, tá landsstýrismaðurin einki kennir til umsøkjararnar. Rógvi Reinert, aðalstjóri í Fiskimálaráðnum, sigur við Kringvarpið í dag, at niðurstøðan um tann seinasta partin ikki er gjørd enn, og tí ber ikki til hjá Fiskimálaráðnum at siga, um tey 17,2 verða latin til ein 10. umsøkjara ella til teir níggju, sum longu hava fingið. Vit plaga ikki at innflyta gras til neytini, men í ár verða vit noyddir til tað, tí okkara egna røkkur verri enn so, sigur Niels Jákup Matras Absalonsen, bóndi í Útistovu á Viðareiði. Nú finst Danilo Toninelli, sum er ráðharri í samferðslumálum, harðliga at fyritøkuni Autostrade, sum umsitur og hevur ábyrgdina av at halda gjaldsvegin við líka. Løgreglan í London hevur boðað frá, at tilburðurin verður kannaður sum ein yvirgangsatsókn, og maðurin verður viðgjørdur sum ein persónur, sum er undir illgruna at hava framt yvirgang. Fyrsti maður, Summarmorgun rennur seg í inni í høllini í Eiðsvík, er Anfinn Kallsberg, fyrrverandi løgmaður. Hann sigur, at millum mangt annað er hann hondlangari og ørindadrongur hjá soninum Signari, ið hevur keypt høllina. Mær dámar sera væl at hava okkurt at fara upp til um morgnarnar og at teir yngru tíma at hava meg uppi í. Men eg avgerði sjálvur ferðina, sigur Annfinn Kallsberg. Sp F Signar Kallsberg hevur sera nógv at gera. Teir eru millum annað við í arbeiðnum at gera stóru smoltstøðina hjá Bakkarfrosti á Strond. Og í høllini í Eiðsvík er millum annað ætlanin at gera ymist burtur úr rustfríum stáli. Tað sigur Gudny Langgaard, nú tað aftur fer at bera til hjá flogfeløgum at søkja Vága floghavn um stuðul at skipa fyri marknaðarføringsátøkum uttanlands, sum virka fyri at betra leiðirnar til Føroya og úr Føroyum. Varðin Pelagic hevði tvær umsóknir um menningarkvotu, eina fyri sild og makrel og eina fyri svartkjaft, sum skal virkast til surimi. Høvuðsargumentið hjá metingarnevndini og Fiskimálaráðnum fyri at nokta Varðanum Pelagic menningarkvotur er, at samtakið hevur bæði atgongd til sjófeingi og fíggjarliga orku til at gjøgnumføra ætlanina eisini uttan menningarkvotu. Umsóknin um sild og makrel fær góð og sera góð skotsmál frá metingarnevndini, tá mett verður um virðisøking, arbeiðsmøguleikar, inntøkumøguleikar, nýskapan og førleikamenning, samfelagsliga menning og burðardygga og varandi gongd í økinum virksemi og verkæalnin vera framd, Metingarnevndin skrivar, at ætlanin eigur at klára seg uttan menningarkvotur, tí samtakið hevur bæði atgongd til sjófeingi og fíggjarliga orku til at gjøgnumføra ætlanina. Partafelagið Varðin í Gøtu eigur 76 prosent av Varðanum Pelagic, meðan Delta Seafood á Tvøroyri, Kimbil í Havn og Bacalao í Havn eiga síðsta fjórðingin av stóra uppsjóvarvirkinum á Tvøroyri. Men í tveimum av teimum økjunum, sum hava fingið størstan lut í menningarkvotunum Vágar og Vestmanna er arbeiðsloysi so lágt, at tað helst verður neyðugt at finna starvsfólk uttanfyri tey bæði økini. Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, segði tá í viðmerkingunum um uppskotið, at hóast Fíggjarmálaráðið yvirskipað varðar av skipanini, eru tað bara Landsgrannskoðanin og starvsfólk har, sum hava atgongd til upplýsingar, sum verða fráboðaðar um varskógvaraskipanina. Mál, sum boðað verður frá í øðrum londum, eru yvirhøvur um fíggjarlig viðurskifti, og serliga tí verður mett, at Landsgrannskoðanin eigur at umsita skipanina. Landsgrannskoðanin skal í fyrstu atløgu meta um fráboðanina og gera av, um talan er um viðurskifti, sum eru fevnd av varskógvaraskipanini. Kemur Landsgrannskoðanin til ta niðurstøðu, at talan er um viðurskifti, sum eiga at verða kannað, verður aðalstjórin, sum varðar av økinum, kunnaður um málið. Aðalstjórin skal síðani seta eina kanning í verk. Landsgrannskoðanin skal eisini kunna løgmansstjóran og aðalstjóran í Fíggjarmálaráðnum og koma við tilmælum um, hvussu viðurskiftini verða fingin í rætt lag. Føroysku peningastovnunum er álagt at hava eina varskógvaraskipan, har starvsfólk dulnevnt ella navngivið kann boða frá óreglusemi. Tað er lógarkrav, at bankarnir hava eina innanhýsis varskógvaraskipan, og at starvsfólk kunnu venda sær gjøgnum varskógvaraskipana til Fíggjareftirlitið. Menningarkvoturnar skulu, sambært lógini um Sjófeingi, verða við til at stuðla vinnuligum menningarætlanum í teimum sjey ásettur økjunum kring landið. Og eitt av teimum níggju feløgunum, sum fekk lut í menningarkvotunum týsdagin, er Rock Trawldoors, sum heldur til í Vági. Felagið fekk 1360 tons af svartkjafti í tvey ár. Í grundgevingini fyri at lata felagnum kvotu stendur, at Rock Trawldoors í nógv ár hevur arbeitt við at nýmenna trollemmar, og at tað er í hesum sambandi, at skotið verður upp at lata kvotu. Felagið hevur ítøkiliga søkt um kvotu til at fíggja og skipa royndir við eini nýskapandi verkætlan innan nýggja tøkni. Og metingarnevndin heldur, at verkætlanin kann stuðla undir støðugari menning og framkomin arbeiðspláss innan handverksvinnuna í Suðuroynni. Hans í Líðini, stjóri í felagnum, kann í løtuni ikki siga, meira ítøkiliga hvørja nýskapandi ætlan talan er um, men hann sigur, at talan er um nýggjar royndir við tøkni, sum felagið ikki kundi fara í gongd við, um tað ikki hevði fingið lut í menningarkvotuni. Neyðugt er eisini við aðrari fígging, sigur stjórin. Sambært kunngerðini er endamálið við menningarkvotunum at stuðla vinnuligum menningarætlanum kring landið. Í tilmælinum frá metingarbólkinum stendur, at høvuðsatlitini til, hvør skal hava kvotu, eru økisatlit, virkisætlan og hugskot. Men knýtt at hesum skulu atlit takast til eitt nú atgongd til sjófeingi, virðisøking og burðardygga og samfelagsliga menning. Nevndin skrivar, at hon hevur ta fatan, at lítil atgongd til sjófeingi, hevur serliga stóran týdning í mun til økisrættaðu atlitini, tí atgongd til fiskin er ein fortreyt fyri at skapa munagóða menning. Umframt økisatlitini skulu eisini atlit takast til, hvussu nýskapandi ætlanin er, og hvussu stórar inntøkur og virðisøking ætlanin gevur. Hans í Líðini heldur, at verkætlanin hjá teimum er nýskapandi, tí talan er um nýggja tøkni, og so mennir verkætlanin økið við tað, at felagið hevur tryggjað, at fiskurin verður landaður í Suðuroynni. Áðrenn virkið søkti um mennignarkvotu, gjørdi Rock Trawldoors eina ávegis avtalu við eitt reiðarí um at fiska svarkjaftin og samstundis nýta tøknina hjá felagnum, meðan fiskað verður. Hans í Líðini, stjóri í felagnum, kann tó ikki siga enn, hvat reiðarí talan er um. Men felagið hevur sett sum krav, at fiskurin, sum reiðaríið fiskar, skal avreiðast í Suðuroynni. Hetta legði Rock Trawldoors dent á í umsóknini fyri at lúka kravið um økismenning. Inntøkurnar av fiskinum fer bæði til reiðaríið og Rockdoor Trawldoors, sum fær ein part, sum skal brúkast til nýggju verkætlanina. Sambært frágreiðingini hjá Landsgrannskoðanini um frávik í fíggjarlógini fyri 2017 kostaði ruddingin meira enn hálva millión krónur meira enn løgtingið játtaði. Men arbeiðið kostaði eina millión og 746.000 krónur, tí tað var meira umfatandi enn væntað, hevur Landsgrannskoðanin fingið at vita frá Henrik Old, landsstýrismanni. Vørn boðaði frá tíðliga seinnapartin týsdagin, at hægsta boð til tá var 325.000 krónur, men at enda varð Spógvin seldur fyri 380.000 krónur. Spógvin varð bygdur í Danmark til Vaktar og bjargingartænastuna í 1986. Talan er um ein glastrevjabát, og hann er góðar níggju metrar langur. Poul Michelsen heldur, at fiskidagaskipanin egnar seg betur til blandaðan fiskiskap undir Føroyum, og tí vil hann fegin síggja ta eftirmeting og umsitingarætlan, sum vinnunevndin setti sum krav, tá tað var samtykt at skifta fiskidagarnir út við eina kvotaskipan. Eg haldi, at eg kann ásanna, at vit eru ikki samd í samgonguni um hatta málið, segði Poul Michelsen í gjár, tá fiskivinnukjak var í Klaksvík í samband við Sjómannadagar. Hóast landsstýrismaðurin í vinnumálum metir fiskidagaskipanina vera betri egnaða, gjørdi hann greitt, at hetta broytast. Hann segði, at um tað verður mett, at ein kvotaskipan er betri, er tað í lagi at fara frá eini fiskidagaskipan. Tí er týdningarmikið við umsetingarætlanini. Eg billi mær inn, at sannføringin liggur í tí, at umsetingarætlanin skal verða grundgevingin undir tí avgerð, sum vit taka, segði hann. Arbeiðið er ikki liðugt, men tað er farið í gongd, segði Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sum kendi seg sannførdan um, at ein pragmatisk loysn kann finnast, til arbeiðið er liðugt. Aksel V Johannesen, løgmaður, hevur longu eina ferð útsett skiftið millum fiskidagaskipanina og kvotaskipanina. Tað var á ólavsøku í fjør, at løgmaður segði, at fiskidagaskipanin ikki skuldi skiftast út fyrr enn 1. januar 2019. Eitt hálvt ár áðrenn skúlaárið byrjar, fara tveir lærarar regluliga niðan í barnagarðin at læra børnini ymist áðrenn tey koma í 1. flokk. Og harafturat kemur námsfrøðingur regluliga í flokkin teir fyrstu mánaðirnar til jóla. Hetta samstarvið millum skúlan og barnagarðin riggar væl, sigur Durita Jakobsen, skúlastjóri í Tofta skúla. Hon byrjaði sum skúlastjóri fyrr í ár og tí er hetta fyrstu ferð hon tekur ímóti nýggjum skúlabørnum sum stjóri. Í Tofta skúla í morgun tosar Summarmorgun eisini við Lív Magnussen, lærara, Jóhan Magnus Gunrim, pápa, og dóttrina Malin, sum fer í 1. flokk. Vit foreldur eru glað fyri tað góða samstarvið millum skúlan og barnagarðin. Tað ger, at børnini kenna seg trygg tá tey koma í skúla, sigur Jóhan Magnus Gunrim. Millum annað henda spurning settu vit Poulu Patursson, kliniskan dietist í Summarmorgni, nú skúlin byrjar aftur, og eitt heilt ár við matpakkum liggur fyri framman. Sølan gevur Vindrøkt møguleika fyri at gera stórar íløgur í nakrar ítøkiligar verkætlanir. Fyri Effo hevur keypið týdning, tí oljufelagið kann sleppa inn á grøna orkumarknaðin. Samlaða myndirn av útróðrarflotanum í Norðouggjum er, at raksturin frá 2004 til 2017 í miðal gevur eitt hall uppá 18.000 fyri hvønn bátin. Skeiðið hjá sendimanninum í Keypmannahavn var úti á heysti í 2016, og tá varð avgjørt ikki at seta nýtt sendifólk alt fyri eitt, tí sendistovurnar skuldu eftimetast. Sigmund Isfeldt, sum var sendimaður til 2016, hevur tí síðani virkað sum sendimaður í Keypmannahavn, men við bústaði í Føroyum og starvi í Uttanríkis og vinnumálaráðnumbuð í Føroyum. Men hóast frágreiðingin um sendistovurnar varð liðug í fjørheyst, og Poul Michelsen hevur tikið støðu um, at sendistovan skal verða í Keypmannahavn, so hevur landsstýrismaðurin í løtuni ongar ætlanir um at seta ein sendimann. Hann ætlar at halda áfram við verðandi skipan, har Sigmundur Isfeldt býr í Føroyum, og við jøvnum millumbilum ferðast niður at røkja uppgávur og avgreiða mál, sum starvið sum sendimaður krevur. Tí so kann Sigmundur Isfeldt eisini brúkast til handilsdiplomatiskar uppgávur. Poul Michelsen vísir á, at Sendistovan í Keypmannahavn, sum er staðsett á Norðuratlantsbryggjuni, ikki hevur diplomatiska støðu, men fleiri av uppgávunum á Sendistovuni kunnu tey tvey starvsfólkini á sendistovuni taka sær av. Poul Michelsen heldur ikki, at tað gevur meining at niðurleggja Sendistovuna, millum annað tí Føroyar eiga í Norðuratlantsbryggjuni, og sendistovan røkir tí nógvar ymsar uppgávur. Sambært Fiskimálaráðnum krevur ein umsókn nærri viðgerð, og tí hevur aðalráðið valt fyribils at halda aftur 20 prosent av svartkjaftakvotuni og 10 prosent av silda og makrelkvotuni. Høvuðsreglan er, at kvotur fyri 2018 skulu eisini fiskast í 2018, sigur Rógvi Reinert, aðalstjóri, sum tó tekur síni fyrivarni í mun til menningarkvoturnar. Fyrst mugu vit síggja, hvussu gongur at veiða fiskin, og so mugu vit gera eina meting. Vit hava ikki tikið nakra endaliga støðu, sigur Rógvi Reinert. Einki formligt boð kom, tá Tórshavnar kommuna beyð samtøkum at vera við í undangóðkenningini at byggja, fíggja og umsita íbúðir, bilpláss og fríøki á Frúutrøð. Toymi, sum eru skipað við ráðgevum, byggivinnuni, íleggjarum og eisini fólkum ella fyritøkum, sum kunnu umsita leiguíbúðir, kundu søkja um undangóðkenning, men tá freistin fór mánadagin, hevði eingin søkt. Grindin var býtt í drápspartar og heimapartar fóru til Nes kommunu. Sýslumaðurin og grindaformenn komu til ta niðurstøðu í gjár, at Norðoyggjar høvdu nóg mikið av grind, og tí lótu teir heimapartar til Nes kommunu. Nes kommuna skrivar á heimasíðu síni í gjárkvøldi, at umleið 40 hval fóru til heimapartar í kommununi. Hvalirnir vórðu skornir upp í gjár og verða latnir í dag. Kreppa er í sambandinum millum Turkaland og USA, tí turkiska stjórnin ikki vil sleppa einum amerikonsum presti leysum, sum hevur sitið fongslaður í Turkalandi í tvey ár. Amerikanski presturin, Andrew Brunson, er ákærdur fyri at hava samband við Kurdiska arbeiðaraflokkin og Gulen rørsluna, ið eru ábyrgdað fyri miseydnaðu kvettroyndina í Turkalandi fyri tveimum árum síðan. Fyri at leggja trýst á Turkaland, hevur USA tvífalda tollin og avgjøldini á stál úr Turkalandi. Turkaland svaraði aftur við at hækka tollin á bilum, alkoholi og tubakki, ið er innflutt úr USA. Turkiski búskapurin hevur verið ógvuliga illa fyri seinastu tíðina. Gjaldoyra er fallið nógv í virði, og fólki í landinum er farið at óttast, at stjórnin fer undir spariátøk fyri at rætta búskapin aftur. Fjarhitafelagið hevur saman við Tórshavnar kommunu og landinum gjørt eina hitaætlan, sum ásetur, hvar høvuðsfjarhitarør skulu leggjast í høvuðsstaðnum fram til 2024. Í hitaætlanini er fyrst og fremst ásett, hvørjir kommunalir og almennir bygningar skulu og kunnu knýtast í fjarhitaskipanina. Men ætlanin er eisini, at sethús við tíðini skulu knýtast í, sigur Hans Christian Dam, stjóri í Fjarhitafelagnum. Fjarhitarør eru higartil løgd av Sundi gjøgnum Hoyvíkshagan og oman í Gundadal. Íløgurnar hava higartil kosta um 40 milliónir krónur, og Fjarhitafelagið hevur ætlanir um at brúka um 40 milliónir afturat til at leggja høvuðsfjarhitarør í stóran part av høvuðsstaðnum. Hans Christian Dam heldur, at nú so stórar íløgur verða gjørdar í fjarhita, er neyðugt at leggja eina politiska ætlan fyri, hvussu sethús kunnu knýtast í fjarhitaskipanina. Hann heldur, at ein háttur at eggja sethúsaegiarum at fáa sær fjarhita, er ein stuðulsskipan, tí tað kostar at leggja um. Men hann heldur eisini, at ein fjarhitalóg eigur at smíðast, sum millum annað ásetur, hvussu sethús skulu knýtast í fjarhitaskipanina. Fjarhitafelagið sendi í 2016 uppskot um eina slíka lóg til Innlendismálaráðið, tí neyðugt er við politiskum átøkum millum annað eini stuðulsskipan fyri at fáa fólk at skifta til fjarhita, sigur stjórin. Tosað hevur verið nógv um at broyta prísásetingarnar fyri fjarhita, tí prísurin í dag verður ásettur við støði í oljuprísinum í staðin fyri kostnaðinum fyri at veita fjarhita. Kappingareftirlitið hevur millum annað víst á, at fjarhitaprísurin eigur at lækka, so støðan hjá fjarhitabrúkaranum betrast munandi. Stjórin vil ikki siga, hvørt hann heldur, at tað er rætt at lækka prísin, men vísir á, at hann væntar, at arbeiðið við fjarhitaprísásetingini verður liðugt í endanum av hesum árinum. Oljufelagið Effo hevur keypt helvtina av felagnum Vindrøkt, og hetta gevur Vindrøkt møguleika fyri at gera stórar íløgur í nakrar ítøkiligar verkætlanir. Samstundis sleppur oljufelagið Effo inn á grøna orkumarknaðin. Tað søgdu Janus Thomsen, stjóri í føroyska oljufelagnum Effo, og Jóhann í Niðrustovu, tá feløgini boðaðu frá, at Effo hevur keypt helvtina av Vindrøkt, og hækka partapeningin við 2,2 milliónum. Hitt oljufelagið, sum selur olju í Føroyum, Magn, keypti fyrr í vár meirilutan í p f Demich, sum eisini bjóðar grønar orkuloysnir á føroyska marknaðinum. Vindrøkt og Effo hava fleiri stórar og kostnaðarmiklar verkætlanir við vindmylluútbyggingum liggjandi á borðinum. Eitt er ein vindmyllulund á Gellingarkletti, sum liggur nakað omanfyri verandi vinmyllulund hjá SEV í Húsarhaga. Vindmyllulundi er mett at kosta 150 170 milliónir. Hin ætlanin er ein vindmyllulund í Junkarahaga millum Kvívík og Vestmanna, mett at kosta 170 200 milliónir. Í báðum hagum hevur Vindrøkt gjørt brúksavtalu við festarar og eigarar av hagunum um at nýta haganar til vindmyllulundir. Somuleiðis hevur Røkt í nógv ár havt ætlanir um at gera eina sonevnda pump storageskipan omanfyri Vestmanna, í økinum Heygadali Mýrarnar fyri samanlagt 1,2 milliardir. Vindrøkt hevur við avtaluni við Effo tryggjað sær nóg mikið av eginpeningi til at kunna fara undir at søkja um fígging til fyrstu stóru verkætlanina á Gellingarkletti, sigur Jóhan í Niðrustovu. Vindmyllulundir skulu bjóðast út, og tí hevur Vindrøkt framvegis ikki fingið loyvini til vindmyllulundirnar á Gellingarkletti og í Junkarahaga. Røkt fekk í 2010 eitt treytað loyvi um eina pump storageskipan oman fyri Vestmanna, men treytin var, at tørvurin á orkugoymslum í framtíðar elskipanini fyrst skuldi lýsast. Men hendan kanningin er um at verða liðug og verður væntandi løgd fram í næstum, sigur Jóhan í Niðrustovu. SEV hevur tó eisini virksemi í økinum omanfyri Vestmanna og ætlanir um eina pump storage skipan. Tí kann úrslitið av tí orkukanningini hava stóran týdning fyri bæði SEV, Vindrøkt og onnur feløg, sum eru áhugað í at sleppa at framleiða grøna orku. Danska skaðanevndin hevur kannað og skrivað frágreiðing um vanlukkuna á Kirkju sunnudagin 11.mars, tá ein maður, sum skuldi um borð á Rituna, datt niður í millum og druknaði. Strandfaraskip Landsins siga við Skaðanevndina, at tey hugsa um at seta útgerð í Rituna, so fólk við maskinmegi kunnu hivast upp úr sjónum í staðin fyri at brúka handamegi sum nú. Sjóvinnustýrið í Føroyum mælir til, at siglingin hjá Strandferðsluni til Fugloynna og Svínoynna verður eftirmett, og neyvari reglur verða gjørdar um, nær lagt verður at í oyggjunum. Vanlukkan á Kirkju hendi, sigur danska Skaðanevndin, tí staðkendi maðurin, sum skuldi umborð á Rituna, ikki valdi røttu løtuna til at fara umborð. Danskir granskarar hava ment ein nýggjan, serstakan hátt, ið kann avdúka óvanliga nógv sløg av krabba. Tað einasta, ið skal til, er ein blóðroynd. Tað boðar lærdi háskúlin í Keypmannahavn frá í tíðindaskrivi á heimasiðuni . Um bara tríggjar krabbameinskyknur eru í blóðinum, kunnu vit finna hesar, sigur Ali Salanti, professari á lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Salanti væntar, at hátturin kann brúkast til at avdúka næstan øll sløg av krabba, og vónandi kann tað eisini betra um viðgerðina hjá krabbasjúklingum. Granskararnir hava funnið, at eitt serstakt protein, sum er í malariaparasittum, knýtir seg til so at kalla øll sløg av krabba, og tí kann proteinið brúkast til at finna krabban, greiðir Salanti frá. Mette Ørskov Agerbæk, granskari og ph.d., greiðir frá, at nýggi hátturin hevur við sær, at til ber at draga livandi krabbameinskyknur úr blóðinum og síðani dyrka og granska tær. Og júst hetta gevur vónir um at betra um viðgerðina hjá sjúklingum, ið hava fingið staðfest krabba. Granskararnir vóna, at hátturin bæði kann brúkast til at yvirlitskanna fólk, sum eru í vanda fyri at fáa krabba, samstundis sum at hátturin kann hjálpa læknum til eina lætta og skjóta sjúkuavgerð hjá sjúklingum, ið møguliga hava krabba. Løntakaratalið heldur fram við at vaksa í Føroyum. Seinasta uppgerðin frá Hagstovuni vísir, at tað vóru 26834 løntakarar í mei mánað í ár. Tølini vaksa bæði fyri kvinnur og menn. Tað vóru 13.905 menn og 12.929 kvinnur, ið vóru løntakarar í mai mánaði. Løntakaratølini hava leingi gingið upp eftir fyri bæði kynini, og seinastu fimm árini hevur verið ein støðugur vøkstur. Býtt út á tær fýra høvuðsvinnugreinarnar eru flestir løntakarar í tí almenna 9.661. Síðan er tað i privatu tænastuvinnunum, tað eru 8.938. Fiskivinna og onnur ráevnisvinna er nummar trý við 4.131 løntakarum, og seinast er tað byggivinnan við 4.104 løntakarum. Ein løntakari er millum 16 og 74 ár, sum fær A inntøku og hevur bústað í Føroyum í tíðarskeiðinum, tá lønin verður útgoldin. Sum løntakarar verða tald tey, sum í einum mánaða fáa eina lønarupphædd útgoldna, sum í minsta lagi er ájavnt eina dagløn hjá ófaklærdum arbeiðsfólki. Hetta, uttan mun til um lønargjaldarin er ein føroysk ella ein útlendsk fyritøka. Harafturat koma veðskyldur. BankNordik eigur góðar 1,3 milliónir krónur, og so eru lønarkrøv fyri góðar 400.000 krónur, sum Føroya rættur hevur dømt Mimir at gjalda. Higartil eru hagapengarnir í Mykinesi millum annað brúktir til eina nýggja altartalvu og walkie talkie, sum verða brúkt í sambandi við súluveiðu. Men í Dimmalætting í dag stendur, at hagapengarnir í Mykinesi millum annað hava fíggjað eina nýggja altartalvu og walkie talkie, ið verða brúkt til súluveiðu. Enn er ikki greitt, hvussu nógvir pengar eru komnir inn, tí uppgerðin ikki er gjørd enn, sigur Eddie Lauritsen, hagastýrisformaður í Mykinesi. Harafturat sigur hann við Kringvarpið, at ætlanin er at brúka eitt sindur av pengunum til gøtuna, hann veit tó enn ikki nær og hvussu nógv. Gøtan skal altso ikki bara gerast í stand. Pól Sundskarð mælir til, at steðga allari ferðslu út í Mykineshólm í eitt til tvey ár. Hann heldur eiheldur, at tað hevði tálmað ferðavinnuni í Mykinesi, um gongdin út í hólmin varð steðgað. Mykines er meira enn bara hólmurin. Mykines er ein vøkur oyggj, øll sum hon er. Turistarnir skilja tað øgiliga væl, sigur Pól Sundskarð. Um tú vilt síggja boð frá fleiri enn 25 teimum somu vinunum á facebook, so skalt tú vísa á okkurt aktivt. Flestu okkara hava sæð líknandi uppsløg á Facebook seinastu tíðina, og vit spurdu Jákup Justinussen, ið er kønur innan sosialar miðlar, um hetta hetta ger nakran mun. Kristin Vilhelmsen, ið fiskar havtasku við útróðrarbátinum Gudrun, er komin inn við ymsum fiskur, serliga áhugaverdum krabbum. Og ein annar gamal skipari, Jóannes Lassen, fer í kvøld í vatnkríggj við abbasynunum. Teir hava eisini fiskað reyðfisk til kørini á sjómannadegnum. Okkara kundar eru serliga stórir vinnukundar, men hetta gevur okkum høvi at koma í sambandi við fólk og at kunna um hvat vit gera, sigur Árni Skaale, stjóri á Look North, ið er á havnarlagnum á vestursíðuni í Klaksvík, har flestu tiltøkini á Sjómannadegnum fara fram í morgin. Sjálvt um eg búgvi og arbeiði í Danmark, so beri eg á hvørjum ári so í bandi, at eg kann vera við Sjómannadagin. Hetta er eitt sera gott tiltak, sigur Tove. Hóast alt er ókeypis fyri tey ið koma á Sjómannadagin, so kostar hann tilsamans úti við tríggjar milliónir krónur í ár. Tað hevur eydnast okkum at fáa umleið 50 stuðlar ymsa staðni í landinum og tað er sera hugaligt, sigur Karl Birgir Isaksen, sum hevur verið við at fyrireika Sjómannadagin øll 14 árini hann hevur verið. Vit vóru fyrstu ferð við í fjør og vit hava glett okkum at verða við aftur í ár. Vit fara at borðreiða við heitum makreli, ið er serliga góður matur, sigur Kristian Martin Rasmussen frá Samtakinum Christiani í Grótinum. Aftur í ár er alt ókeypis á Sjómannadegnum í Klaksvík. Okkara kundar eru serliga stórir vinnukundar, men hetta gevur okkum høvi at koma í sambandi við fólk og at kunna um hvat vit gera, sigur Árni Skaale, stjóri á Look North, ið er á havnarlagnum á vestursíðuni í Klaksvík, har flestu tiltøkini á Sjómannadegnum fara fram í morgin. Sjálvt um eg búgvi og arbeiði í Danmark, so beri eg á hvørjum ári so í bandi, at eg kann vera við Sjómannadagin. Hetta er eitt sera gott tiltak, sigur Tove. Ein stór rødd tagnaði í gjár, tá Aretha Franklin andaðist 76 ára gomul. Men røddin rúmaði øðrum enn gyltum ljóðbylgjum, sum góvu henni eyknevni Queen of Soul. Hon flutti gospeltónleikin úr samkomunum, og hon gjørdist ein ímynd fyri mannarættindi og javnstøðu. Knút Háberg Eysturstein, tónleikafrøðingur, vitjaði studio til eitt prát um Arethu Franklin. Summartímin fríggjadagin 17. august Vinnuhúsið vil ikki peika á hvørjar útbúgvingar eiga at uppraðfestast, men tey ungu eiga greitt at fáa at vita, hvørjir arbeiðsmøguleikar tær ymsu útbúgvingarnar geva. Esther Dahl visir á, at tað er stórur tørvur eftir arbeiðsmegi innan tað tekniska og handverksliga økið, innan handils og tænastuvinnuna og hotel og matstovuvinnuna. Vinnuhúsið vil ikki peika á hvørjar ítøkiligar utbúgvingar eiga at uppraðfestast fyri at nøkta tørvin innan hesar vinnur, men tey ungu eiga greitt at fáa at vita hvørjir arbeiðsmøguleikar eru eftir lokna utbúgving. Men tá omanfyri helmingurin av teimum lesandi lesa uttanlands, so kann tað vera ein avbjóðing at fáa tey heim aftur, um ikki boð eru eftir teimum á arbeiðsmarknaðinum. Herálvur Jacobsen førir fram. at í staðin fyri at útbúgva lærarar til arbeiðsloysið, eiga pengarnir heldur at nýtast til at endurútbúgva og førleikamenna verandi lærarar. Jógvan Philbrow er tí eisini av teirri sannføring, at størri samsvar má vera millum útbúgvingarmøguleikar og eftirspurningin eftir arbeiðsmegi. 2500 føroyingar eru undir framhaldslestri, men nógv fáa helst trupult at fáa arbeiði í Føroyum innan sítt útbúgvingarøki, heldur stjórin á ALS. Edmund Joensen tekur undir við uppskotinum hjá Alternativinum, men tað gera fólkatingsumboðini hjá Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum ikki. Stjórin á Strandfaraskipum landsins vil tó ikki viðganga, at ein vanlukka sum tann á Kirkju í mars skal henda, áðrenn váðametingin verður endurskoðað. Men Jóhan Páll Joensen, stjóri á virkinum sigur, at higartil hevur ikki verið torført at fáa fólk til fiskaarbeiðið, og hann væntar heldur ikki, at tað verður tað í ár. Virkið hevur sum oftast nógvar skúlanæmingar í arbeiði, og eisini fólk, sum eru knýtt at virkinum, men sum arbeiða aðrastaðni, tá lítið virksemi er á Pelagos. Eisini Marine Harvest fer um einar tvær vikur at søkja eftir fólki til nýggja kryvjivirki, sum letur upp á Strondum um ein mánað. Marine Harvest skal brúka 25 30 fólk til hetta arbeiðið. Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í felagnum, sigur, at hann veit ikki, um tað verður torført ella lætt at fáa fólk fyrr enn felagið hevur søkt eftir fólki. Tveir menn á einum russikum skipi vóru farnir í býin. Annar teirra sló ein klaksvíking so illa, at hann breyt nøsina, sigur politiið. Ein bilur steðgaði, bilurin aftan fyri hann steðgaði eisini, men triði bilurin rendi upp í annan bilin og skumpaði hann í fyrsta bilin. Ein útlendingur er skuldsettur fyri harðskap, og ákæruvaldið fer at krevja varðhaldsfongsling, so maðurin ikki fer av landinum, áðrenn rætturin viðger mál hansara endaliga. Útlendingurin er skuldsettur fyri at geva einum manni úr Klaksvík nevan, so hann breyt nøsina, og hann skal eisini hava sparkað mannnin fýra ferðir, meðan hann lá. Tað sigur ein fegin, men eitt sindur moyrur, Karl Birgir Isaksen eftir Sjómannadagarnar í Klaksvík. Hann er ein av fyriskiparunum. Á hálva fjórða tíma drúgva fundinum umrøddu Vladimir Putin og Angela Merkel støðuna í Ukraina, Sýria og stóru gassleiðingina Nord Stream 2. USA roynir í sínum lagi at leggja trýst á Týskland fyri at steðga russisku ætlanini um gassleiðingina, sum skal røkka heilt til Vestur evropa. Leiðingin vil, sambært USA, gera Týskland meira tengt at Russlandi. Vladimir Putin minnir á, at ein millión flóttar eru í Jordan og ein millión flóttar eru í Libanon. Og harumframt eru tríggjar milliónir flóttar í Turkalandi. Kendu føroysku tónlistafólkini Guðrið Hansdóttir og Heiðrikur á Heygum halda føðingardag fyri Madonnu, sum fylti 60 ár 16. august. Í tveir tímar hugleiða tey um, hvønn týdning Madonna hevur havt fyri bæði altjóða popp pallin og teirra eg tónlistaleið. Tey greiða eisini frá um lívið hjá poppstjørnuni, og so spæla tey nakrar av yndissangunum hjá Madonnu. Jacob Lindenskov var fyrstuferð valdur á løgting sum umboð fyri Javnaðarflokkin í 1958, og hann var varð valdur á ting fyri flokkin at kalla uttan slit í 36 ár. Maðurin er skuldsettur fyri at hava fram harðskap í Klaksvík fríggjakvøldið. Skuldsetti maðurin skal hava sligið og sparkað ein annan. Ein orsøk til varðhaldsfongslingina er, at ákæruvaldið vil hava innferðarbann móti manninum, soleiðis at hann ikki sleppur aftur til Føroya eitt ávíst tíðarskeið. Tað skal viðgerast av útlendinga myndugleikunum. Maðurin, sum nú er varðhaldsfongslaður í 12 dagar og skuldsettur fyri harðskap, varð tikin fríggjakvødið og lagdur í brummuna at sova rúsin av sær. Landsstýrismaðurin í ferðavinnumálum, Poul Michelsen, var fríggjadagin á fundi við Kommunufelagið og Visit Faroe Islands. Endamálið við fundinum var at seta sjóneykuna á, hvussu land og kommunur skilabest kunnu samstarva um ferðavinnuna og viðgera, hvussu ferðavinnan verður skipað á bestan hátt fyri land, kommunur, vinnulív og ferðafólkini, sum leita sær til Føroya. Landið er fúsur viðleikari, men natúrlig og sunn menning krevur, at átøkini koma frá vinnuni, frá fólkinum og kommununum, har menningin skal henda, segði Poul Michelsen á fundinum. Eisini legði landsstýrismaðurin dent á, at ferðavinnan í Føroyum eigur at leggja seg eftir dygd heldur enn nøgd, tá talan er um ferðafólk. Tey, sum halda tað vera eitt vánaligt hugskot at Bretland fer úr ES, hava í longri tíð arbeitt fyri at fáa endaliga úrslitið av samráðingunum millum Bretland og ES út til eina nýggja fólkaatkvøðu. People s Vote herferðin byggir á, at bretska fólkið skal hava síðsta orðið, tá úrslitið av samráðingunum er greitt og øll tí kenna veruligu avleiðingarnar av at Bretland fer úr Evropeiska Samveldinum. Vinnulívsmaðurin Julian Dunkerton, sum er ein av stovnarunum av klædnamerkinum Superdry, ið verður selt í 46 londum, hevur latið eina millión pund 8,3 milliónir krónur til herferðina, og ríkmaðurin leggur seg samstundis alment út í kjakið. Dunkerton sigur seg óttast, at Brexit verður ein vanlukka fyri Bretland. Og ríkmaðurin sigur seg hava vónir um, at rákið burtur frá ES kann venda. Í samrøðu við blaðið The Observer sigur hann seg ikki hóma nakra viðsjón fyri Brexit, og at politikararnir hava vavt alt upp í ein ellibita. Pengarnir frá Julian Dunkerton skulu brúkast til eina røð av veljarakanningum, síðstu mánaðirnar áðrenn Brexit verður veruleiki í mars mánað næsta ár. Stígur tykist vera komin í samráðingarnar millum Bretland og ES, og tí óttast fleiri, at Bretland fer úr ES uttan at nøkur avtala er komin uppá pláss. Sambært eini veljarakanning meta nú 40 prosent av bretum tað vera mest sannlíkt, at tað verður úrslitið. Bretska stjórnin og ES siga seg framvegis hava vónir um at fáa eina avtalu í lag á toppfundinum 18. oktober. Men eygleiðarar meta hetta vera alt ov bjartskygt. Seinasta freist fyri at fáa avtaluna uppá pláss er á toppfundi 13. og 14.desember. Men tá eru bara góðir tríggir mánaðir at fáa hesa avtalu góðkenda í bretska tjóðartinginum og í hinum ES londunum. HB Suðringar 4 0 3 0 09 minuttir. 1 0 Ari M. Olsen 15 minuttir. 2 0 Adrian Justinussen 35 minuttir. 3 0 Adrian Justinussen 79 minuttir. 4 0 Adrian Justinussen Víkingur 07 Vestur 1 4 0 1 38 minuttir. 0 1 Sonny Jakobsen 53 minuttir. 0 2 Sonny Jakobsen 54 minuttir. 1 2 Hanus Jacobsen 69 minuttir. 1 3 Høgni E. Nielsen 82 minuttir. 1 4 Sonny Jakobsen Vit vitja eisini nýggja Skúvadalshúsið, sum gamlir skótar í Skótaliðið Nólsoyar Pálls hava bygt í seinastu tvey trý árini. Húsið er bygt saman við næmingum og lærarum á Tekniska skúla í Klaksvík. Gamla húsið í Skúvadali bygdu menn í Klaksvík í 1941 og lótu SNP húsini í 1949. Nú vóru húsini so illa farin, at avgjørt varð at byggja eitt nýtt hús. Tað eru 10 ár síðani grønlendingar atkvøddu fyri sjálvstýrið. Lógin, sum kom í gildi í juni í 2009, má úr skuffuni og fram á borðið, sigur forkvinnan í Inuit Ataqatigiits, Sara Olsvig, í grein í grønlendska tíðindablaðnum, Sermitsiaq. Í november í 2008 fóru grønlendingar á fólkaatkvøðu um sjálvstýri, men síðani er alt ov lítið hent á sjálvstýrisleiðini, sigur Sara Olsvig. 32 mál standa á listanum hjá sjálvstýrinum yvir mál, sum skulu yvirtakast, men einki er hent síðani 2010, tá grønlendska sjálvstýrið yvirtók málsøkið ráevni og arbeiðsumhvørvið í frálandavinnuni . Samanborið við fyrstu 10 árini hjá heimastýrinum vóru fleiri týðandi mál yvirtikin tá, sigur Sara Olsvig, sum heldur eina orsøk vera, at eingin blokkstuðul fylgir við yvirtøkuni eftir nýggju skipanini. Tað merkir, at tað er tungt og dýrt at taka yvir málsøki, men bæði Grønland og Danmark eiga at fara undir eina skipaða tilgongd, so tey 30 málini, sum eru eftir at yvirtaka, kunnu yvirtakast, sigur Sara Olsvig. Danmark skal tryggja, at málini, sum verða yvirtikin av sjálvstýrinum, eru búgvin at yvirtaka, sigur forkvinnan í Inuti Ataqatigiits, sum eisini staðfestir at endamálið við sjálvstýrislógini, sum Grønland atkvøddi fyri, er loysing frá Danmark. Eg sakni í heila tikið, at grønlenska sjálvstýri sær sjálvstýrislógina sum eina ætlan. Grønland átti longu í 2009, tá lógin varð samtykt, at sett spurningin, hvussu føra vit hetta út í verki, sigur Sara Olsvig. Álopið hendir samstundis sum stórur spenningur er millum Turkaland og USA, bæði handilsliga og eisini um ein turkiskan prædikumann í útlegd í USA, og sum Turkaland leggur undir at hava skipa fyri miseydnaðu kvettroyndini í landinum. Kríggið býtti koreansku hálvoynna í tvey, og familjur vórðu eisini skildar sundur, tí fólk, sum búðu norðan fyri markið, sluppu ikki at fara suðurum. Slík tiltøk, at savna familjur, hava fyrr verið, men tann í dag er tann fyrsta, sum hevur verið seinastu trý árini. Eini hundrað fólk eru vald av hvørjum parti at vera við í sameiningini. Ein 92 ára gomul kona sigur sambært AFP, at hon nú skal hitta son sín á fyrsta sinni, síðani kríggið endaði. Hon sigur, at hon misti sambandi við sonin, sum tá var fýra ára gamal, og við mann sín í ruðuleikanum, sum valdaði, tá hon royndi at flýggja. Tað sigur forsetin í IOC, Thomas Bach, við Ritzau, sum eisini hevur eitt prát við Jón Hestoy um føroyska arbeiðið at fáa sjálvstøðugan limaskap í IOC. Sambært greinini stuðla bæði danska ítróttarsambandið og danska stjórnin føroyskari luttøku í OL sum sjálvstøðug tjóð, men kortini heldur altjóða olympiska nevndin seg til reglurnar um, at einans lond, sum eru viðurkend av altjóða samfelagnum sum sjávstøðug lond, kunnu luttaka í OL. Hann ætlar at halda fram við arbeiðinum fyri, at føroyingar kunnu umboða Føroyar til OL. Tað er eydnast fyrr, tó tað tóktist ógjørligt, sigur hann og tekur føroyska limaskapin í FIFA sum dømi. Tað tók 10 ár og tóktist ikki kunna lata seg gera, til tað bráddliga kundi lata seg gera at gerast limur í altjóða fótbóltsambandinum, sigur hann. BBC skrivar, at brasilski forsetin, Michel Temer helt kreppufund í gjár um stóra spenningin, sum er, nú alsamt fleiri fólk úr Venesuela rýma haðani undan álvarsligu kreppuni, sum er í landinum. Grannalondini hava sett tiltøk í verk fyri at avmarka talið av fólki, sum flýggja um landamørkini, men til dømis í Ekvador ganga tíðindi um, at fólk fara um markið kortini. Flestu fólkini, sum rýma úr Venesuela, hava kós móti Peru og Kili, har tey hava skyldfólk. Tey rýma undan politisku og búskaparligu kreppuni við risastórari inflatón og matvøru og medisintroti. BBC skrivar, at fleiri tilflytaralegur í Pacaraima í Brasilia vórðu álopnar av óðum borgarum um vikuskifti. Ófriðurin stakk seg upp eftir tíðindi um, at ein matstovueigari varð illa bukaður av tilflytarum úr Venesuela. Millum teir mongu livandi fiskarnar, ið verða vístir fram í kørum á havnarlagnum í Klaksvík sjómannadagin, er kombikk. Nógv í Klaksvík siga horngeil. Eingin ivi er um, at ætlanin var at leypa og á gera skaða á løgreglufólkini, sigur løgreglan í Barcelona, sum á Twitter hevur boðað frá, at maðurin varð skotin og dripin. Álopið á politistøðina er tríggjar dagar eftir ársdagin fyri einum størri álopi í býnum, tá ein lastbilur koyrdi inn í eina mannamúgvu á kendu handilsgøtuni La Rambla mitt í Barcelona. 16 fólk doyðu, og fleiri enn 100 fólk vórðu særd. Korsie er komin afturíaftur. Umframt perlur frá 60 unum hevur hann nýggjari ljóðbrot frá hip hop heiminum, sum í veruleikanum eru tiknar frá 60 ara tónleiki. Hetta er fyrsta sending í nýggju sendirøðini Korsie og 60 ini upptikin í summar. Ímynda tær at tú gongur í fjøllunum. Gongur tú sama veg hvønn dag, skapar tú eina væl traðkaða gøtu, sum tú kanst ganga uttan at hugsa um, hvar tú setir føturnar. Soleiðis sigur Anette Prehn um vanar okkara. Anette Prehn er sosiologur og tekst við at miðla vísund. Í farnu viku vitjaði hon á Glasi fyrsta skúladag, har hon greiddi frá, hvussu tú kanst ávirka heilan til at duga tað, tú vilt hava hann til at duga. Tað eru tey valini, tú tekur í gerandisdegnum, sum mynda tað tú gert, segði Anette Prehn teimum ungu. Anette Prehn er rithøvundur, og hevur skrivað fleiri bøkur um heilan. Gjaldoyrakreppan, sum nú leikar á í Turkalandi, er eitt álop á landsins búskap og kann samanberast við at leypa á turkiska flaggið ella kallanina til bøn. Tað sigur Erdogan forseti í røðu til turkiska fólki í dag. Røðan verður hildin í sambandi við, at muslimska høgtíðin Eid byrjar í morgin. Erdogan sigur, at endamálið við álopinum á gjaldoyrað er at noyða Turkaland og fólkið har niður á knæ , sum hann tekur til sambært Reuters. Fyrireikararnir siga, at serliga nógv fólk var á sjómannadegnum leygardagin. Her hittast nógvir sjómenn, sum hava siglt saman. Í Summarmorgni í morgun varð tosað við tríggjar royndar sjómenn, ið hava verið saman til skips. Teir eru Erling Joensen frá Gjógv og Jóan Petur Klein og Marni Zachariassen úr Klaksvík. Føroyska A landsliðið hjá monnum má spæla sínar heimadystir uttanlands, skrivar Hondbólttsambandið, sum hevur fingið skriv frá evropeiska hondbóltssambandinum, EHF, í samband við avgerðina. Evropeiska hondbóltssambandið vísir á, at Marghøllin i Vági ikki verður góðkend til heimadystirnar hjá A landsliðnum, sum skjótt skal spæla undankapping til EM, har Føroyar millum annað eru í bólki saman við Danmark. Tað var longu í apríl, at Føroyar og Danmark endaðu í sama bólki til EM undankappinga, sum fer av bakkastokki í heyst. Tað gjørdist tó skjótt greitt, at Føroyar neyvan kundi spæla sínar heimadystir í Føroyum, tí eingin hondbóltshøll í Føroyum lýkur altjóða krøv. HSF søkti beinanvegin um undantaksloyvi til at brúka Høllina á Hálsi, Badmintonhøllina í Klaksvík og Marghøllina í Vági. Fyrst vóru boðini, at hvørki høllin á Hálsi ella í Klaksvík fingu undantaksloyvi. Nú er staðfest, at Marghøllin í Vági eiheldur kann brúkast. Í grundgevingini sigur EHF millum annað, at hotellviðurskiftini í Suðuroy ikki eru nøktandi, samstundis sum at tað er ov langt frá flogvøllinum til Vágs. Tískil mugu Føroyar uttanlands at spæla heimadystirnar í EM undankappingini. Føroyska hondbóltssambandið hevur gjørt av, at føroysku heimadystirnir skulu spælast í Danmark. Bretska stjórnin tekur um stýrisvølin á einum av ringastu privatu fongslunum í Onglandi, eftir at ein kanning hevur staðfest, at harðligir fangar í roynd og veru hava havt ræði, heldur enn starvsfólkini. The Telegraph skrivar, at kanningin av viðurskiftunum millum annað vísir, at óttafull starvsfólk læsa seg inni á skrivstovunum av ræðslu fyri fangum. Privata felagið, sum rekur fongslið, eitur G4S, og tey hava fingið boð um, at stjórnin yvirtekur raksturin upp í 12 mánaðir, og at nýggj leiðsla verður sett. Roknað verður við, at ruðuleikin í fongslinum í Birmingham fer at elva til, at øll skipanin við privat riknum fongslum í Onglandi verður endurskoðað, skrivar Telegraph. Fer Tórshavnar kommuna at sleppa bindingunum og slaka krøvini til ætlaðu íbúðarbyggingina á Frúutrøð, so hevur partafelagið Heimbýli áhuga fyri byggingini, sum felagið metir áhugaverda. Øll kundu søkja um at verða undangóðkend. Men tey sum bjóðaðu skuldu binda seg til at byggja, fíggja og umsita íbúðirnar, umframt parkering og fríøki, sum hoyrir til. Tá avtornaði, bjóðaði eingin seg til at gera íbúðirnar, og Annika Olsen, borgarstjóri hevur síðani sagt, at býráðið fer at kanna, um krøv og bindingar kunnu linkast. Felagið Heimbýli hevði áhuga fyri byggingini, men krøvini gjørdu, at felagið ikki beyð seg til at gera íbúðirnar, sigur Mortan Poulsen, nevndarformaður. Maðurin, sum í morgun leyp á fleiri løgreglufólk á eini katalanskari løgreglustøð Barcelona, er helst úr Algir, men hevði spanska konu og hevur búð í býnum Cornellá de Llobregat sunnanfyri Barcelona í fleiri ár. Løgreglan skeyt og drap mannin, sum slapp sær inn á politistøðina gjøgnum vitjanardeildina og leyp á fleiri løgreglufólk við knívi. Eingin ivi er um, at ætlanin var at skaða løgreglufólk sambært katalansku løgregluni í Barcelona, sum á Twitter boðaði frá, at maðurin varð skotin og dripin tíðliga í morgun. Vit kanna hvat hendi í morgun, so vit kunnu staðfesta akkurát hvat hendi og orsøkina til álopið, sigur skrivaði løgreglan á Twitter fyrrapartin. Álopið á politistøðina er tríggjar dagar eftir ársdagin fyri at ein lastbilur koyrdi inn í eina mannamúgvu á kendu handilsgøtuni La Rambla , sum liggur mitt í Barcelona. A landsliðið hjá monnum í hondbólti má spæla sínar heimadystir uttanlands, tí føroyski hallirnar hava ikk fingið undantaksloyvi frá EHF. Kravið er ein nýggj høll, tí tað ber illa til at tillaga ella útbyggja eina av verandi hallum í Føroyum, sigur forkvinnan í Hondbóltssambandinum. Tað kemur av einum burðaravlopi á 237 og nettotilflyting á 593. Burðaravlopið er 55 børn minni enn seinasta 12 mánaðarskeiðið, men tað verður meir enn uppvigað av, at nettotilflytingin er 166 fólk størri. Tann stóra broytingin í gongdini í fólkatalinum kemur einamest av broyttu flytingini, har nógv færri fólk eru flutt av landinum, meðan tilflytingin er vaksin. Og nettotilflytingin hevur verið methøg seinasta árið, skrivar Hagstovan . Vit skulu heilt aftur til 1980 fyri at finna so lágt tal fyri fráflytingina, sum tey 1.126, ið fluttu av landinum farna 12 mánaðarskeiðið. Og verður fráflytingin roknað í mun til fólkatalið, hevur hon ongantíð verið minni tey síðstu hálvthundrað árini , skrivar Hagstovan. Hinvegin flyta fleiri fólk til Føroya, og samanlagda úrslitið av minni fráflyting og størri tilflyting er, at nettotilflytingin er vaksin í stórum. Ongantíð hevur nettotilflytingin verið so stór sum nú, hvørki í tali ella lutfalsliga. Hon var, sum sagt, 593 seinastu 12 mánaðarnir. Fólkavøkstur hevur verið í øllum økjum í Føroyum uttan í Suðuroyar sýslu, har fókatalið minkaði við 9 fólkum og Sandoyar sýslu, sum minkaði við einum fólki. Í prosentum er fólkavøksturin størstur í Kunoyar kommunu við einum fólkavøkstri uppá 13 prosent, tí 18 fólk eru flutt til kommununa seinasta árið. Men sum Krinvarpið vísti á , var ein partur av hesum fólkunum útlendingar, sum eru fluttir til kommununa fyri at arbeiða við nýggja alistøðina hjá Bakkafrost. Tað eru tær størstu kommunurnar, sum vaksa mest í tali. Tórshavnar kommuna við 398 og Klaksvíkar við 77, men miðalstórar kommunur sum Nes og Sjóvar eru vaksnar næstan líka nógv í tali sum Klaksvíkar og dupult so nógv sum Runavíkar kommuna, ið er 3 4 ferðir so stór sum hesar báðar. Tí 58 fólk fluttu til Sjóvar kommunu og 69 til Nes kommunu, í mun til 77 í Klaksvík og 30 til Runavík. Hagtølini vísa eisini, at í vøkstrinum í fólkatalinum eru munandi fleiri mannfólk enn konufólk. Í nettotilflytingini vóru 163 fleiri mannfólk enn konufólk. Men av tí, at tað var ein yvirvág av 27 gentum í føðitalinum og í deyðatalinum ein yvirvág av mannfólki við 52, var samanlagda úrslitið 84 fleiri mannfólk í fólkavøkstrinum. Tí vísir Hagstovan eisini á, at tað hevur verið ført fram, at ein partur av sera stóru tilflytingini til Føroya seinastu árini ikki er nøkur varandi tilflyting, men at talan er um arbeiðsfólk, sum koma higar av stóra eftirspurninginum av arbeiðsmegi serliga í byggivinnuni. Hagstovan hevur ikki upplýsingar um. hví ella hvørjar grundir fólk hava til at flyta higar, men ábendingar kunnu fáast úr upplýsingum um, hvagani tilflytarar koma, og um broytingar eru í hesum mynstrinum í mun til árini frammanundan. Og hetta fer Hagstovan at kanna nærri. Ein kunngerð er á veg, sum setir strangari krøv til oljutangar, og í henni eru krøv um, at oljutangarnir skulu vera góðkendir og hava ovurfyllingarávaring. Fyri at geva fólki rímiligt skotbrá at skifta oljufýring, so er ein skiftistíð, og sambært uppskotinum varð freistin sett til 1. januar 2022. Kunngerðin hevur verið til hoyringar, hon hevur eisini verið til kanningar á lógartænastuni hjá Løgmansskrivstovuni, og nú leggur Innlendismálaráðið seinasta hond á hana, áðrenn hon verður lýst. Í arbeiðinum hevur ráðið brúkt metingar frá Umhvørvisstovuni, sum siga, at umleið 5000 oljutangar ella triðihvør tangi er eldri enn 20 ár. Í aðru sending av trimum, hitta vit listafólkini og arkitektlesandi, Bárð Dahl Christiansen og unnustu hansara, Fríðu Berg. Tey liva, lesa og virka í Keypmannahavn, men búleikast í løtuni búleikast saman við trimum børnum teirra í Føroyum, har tey hava leigað listabústaðin hjá Janusi Kamban í Havn, har tey njóta stóru arbeiðshølini at skapa list sína. Parlagið er eitt evni og øki í tilveruni, sum áhugar og upptekur nógv av okkum. Vit lesa, granska, kanna, kjakast og tosa um, hvussu parlagið virkar, og hvussu ein fær tað at rigga á best møguligan hátt. Nógv, sum eru í parlagi, sammeta sítt parlag við onnur pør, og eru vit støk og ynskja okkum ein maka, hava vit hugsanir um, hvussu hetta parlagið skuldi verið. Eins mangar hugsanir og ynski, ætlanir, væntanir og dreymar eru í mun til parlagið, eins mong sløg av parløgum finnast. Tí sum kunnugt er tíbetur ongin av okkum líka, og sjálvsagt er tískil eisini ymiskt, hvussu vit menniskju tilvitað og ótilvitað skipa okkara parlív, um vit hava eitt slíkt. Eg havi altíð verið eitt sindur forvitin um, hvussu fólk skipað lív sítt, og fekk tí hugskotið at fara á rannsóknarferð í parløgum, har partarnir liva og virka privat og fakliga. Eg helt hetta vera eitt áhugvert evnið at granska, tí er tað ikki ein dreymur at vera felags um alt í lívinum, ella er tað ein romantisk illusión, sum skjótt kann gerast ein marra Tað eydnaðist mær at finna trý ymisk pør, sum vildu greiða frá, hvørji fyrimunir og vansar eru við ikki bert at deila tak, innkeyp, reingerð, børn við meira, men eisini fakliga virkið. Vertíðin byrjaði síðst í juni, og 13. august vísti uppgerð frá eftirlitsmyndugleikanum, at góð 36.500 tons eru fiskað. Samlaða kvotan er góð 66.000 tons. Tað skrivar Sermitsiaq. Nógv meira av makreli er fiskaður enn sama tíðarskeið onnur ár, men tað kann skjótt broytast, tí fiskurin kann svimja aðrastaðir, sigur Mads Nedergaard, fiskarí inspektørur. Men í løtuni sær lovandi út, sigur hann við Sermitsiaq. Grønlendska landsstýrið hevur ikki roknað við, at kvotan í ár verður fiskað øll, sum hon er. Í fíggjarlógini stendur, at grønlendsk skip skulu fiska 25.000 tons og útlendsk skip skulu fiska 20.000 tons av makrelkvotuni. Vit hava fyrr havt vát summur, men einki hevur verið so ringt sum í ár, sigur Ívar Tór Hilmarsson við Morgunblaðið. Hann hevur arbeitt í málaravinnuni í 19 ár. Og hagtølini tala fyri seg. Summarið hevur verið sera vátt í landsynningspartinum av Íslandi. Í juli vóru bara fimm turrir dagar. Eisini í mai og juni var nógv meira avfall enn í miðal. Óvæntað æl, sum vara í tíggju minuttir, kunnu oyðileggja eitt heilt dagsverk, og tú kanst ikki líta á veðurvánirnar, sigur hann við Morgunblaðið. Tað vísa kanningar, sum Carolina Øverlien, granskingarleiðari í Noregi, sum í hesum døgum er við á ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum um kynsligan ágang á børn. Tóra Petersen, sálarfrøðingur, sum er millum teirra, ið skipa fyri ráðstevnuni, sigur, at í Føroyum vantar gransking á hesum øki. Hon var gestur í Degi og Viku í kvøld. Løgtingsformaðurin Páll á Reynatúgvu fer ikki umborð á kongsskipið Dannebrog, har krúnprinsurin og krúnprinsessan hava boðið tingmonnum og embætisfólki til døgurða leygarkvøldið. Eg eri ein føroyskur lýðveldismaður, og sum fólkavaldur er ein av allar størstu uppgávum at vera trúgvur ímóti tínari sannføring, uttan mun til hvat trýst tú verður settur undir, ella hvørjar freistingarnar kunnu vera, grundgevur Páll á Reynatúgvu, sum also ikki fer til døgurðan, sum krúnprinsurin og krúnprinsessan skipa fyri í Føroyum. Tað hoyrir ongastaðni heima, at Páll av Reynatúgvu noktar at umboða Løgtingið, tí hann av síni egnu politisku hugsan hevur okkurt ímóti kongshúsinum, heldur Edmund Joensen. Hetta tykist at vera nakað, sum als ikki hevur nakra rímiligheit yvir fyri Løgtinginum, tí formaðurin hevur skyldu at umboða Løgtingið hvørja ferð, skrivar Edmund Joensen, sum er tingmaður fyri Sambandsflokkin og partur av formansskapinum hjá Løgtinginum. Ein varðveiting kann tó verða relevant út frá søguliga týdninginum, sum garðurin hevur fyri Havnina, skrivar Tjóðsavnið, men ábyrgdin fyri tí er hjá øðrum herundir kommunu, privatum ella felagsskapum. Smyril Line hevur søkt um byggiloyvi at byggja hotell við Oknarvegin í Havn, á stykkinum, har Húsagarður er, og tí hevur Tórshavnar kommuna ætlanir um, at taka garðin niður. Ætlanin var tó kærd í samband við, at broytingin í byggisamtykini lá frammi. Eisini reisti Føroya Forngripafelag friðingarsak í málinum, tí Húsagarður verður mettur at verða millum elstu garðarnar í Havnini. Óvíst er, hvussu gamal hann er, men Tjóðsavnið vísur á, at verðandi bygningur er væl yngri enn miðøld. Húsini eru tey somu, sum sígjast á Blixensláarakortinum frá 1865, men óvist er um tey eru tey somu, sum verða nevnd í Taxatiónsprotokollini frá 1784. Og niðurstøðan hjá Tjósavninum er samanumtikið, at listarligu ella søguligu virðini hjá húsunum ikki eru nóg stór til, at málið eigur at leggjast fyri fornminnisnevndina við tilmæli um at friða húsini. Fornminnisnevndin hevur tikið niðurstøðuna hjá Tjóðsavninum til eftirtektar. Í niðurstøðuni stendur millum annað, at broytingar fleiri ferðir eru gjørdar í húsunum, og tí er ov lítið eftir av upprunahúsinum eftir, til at tey eru verd at varðveita. Longu í samband við flytingina av húsunum av Húsabrúgv, eru nakrar broytingar framdar av húsunum, millum annað er útbygdi duruin ikki gjørdur aftur, gólvbrettini eru ikki løgd á sama stað, og nýggj trappa er gjørd eitt annað stað enn tann upprunaliga. Í 1980 unum eru umfatandi umvælingar framdar, millum annað er takið broytt, ein nýggjur kvistur bygdur, stórur partur av høvuðskonstruktiónini í stovuhæddini er skiftur, og gólv og øll vindeygu og hurðar eru skiftar. Merki síggjast tói eftir ymsa innrætting gjøgnum tíðirnar, og í ávísan mun hevði verið gjørligt at endurskapað nakað, sum minnir um uppruna innrætting, skrivar Tjóðsavnið. Út frá hesum metir Tjóðsavnið ikki, at bygningurin er av slíkum serligum slagi, at síggjast kann burtur frá, hvussu lítið er eftir av uppruna konstruktiónunum, og hvussu lítið serstakar hesar eru í mun til aðrar bygningar, sum longu eru friðaðar. Føroyar forngripafelag, sum reisti kærumál, tekur niðurstøðuna hjá Tjóðsavninum til eftirtektar, sigur Mortan Winther Poulsen, formaður. Men hann vísur á, at í niðurstøðuni hjá Tjóðsavninum stendur eisini, at Savnið skilir sjónarmið um, at varðveiting kann vera relevant út frá øðrum metingum, eitt nú grundleggjandi, at tala er um Húsagarð, sum kann førast aftur til Landnámstíð, og hevur havt stóran týdning í søguni hjá Havnini, hóast bygningurin er væl yngri. Tí kundi ein varðveiting, eitt nú í skapi av flyting til annað stað, vera relevant. Men Tjóðsavnið metir, at ábyrgdin fyri eina tílíka varðveiting liggur hjá øðrum pørtur, herundir kommunu, privatum ella felagsskapum. Føroya Forngripafelag heldur, at Húsagarður hevur so stóran søguligan týdning fyri Havnina, at kommunan eigur at taka ábyrgd í málinum, og varðveita gamla garðin. Mortan Winther Poulsen vísur á, at eitt nú hevði borið til at fingið húsini í ein stand, so tey líktist meira upprunaligu húsununm. Møguliga kundi húsini nýtast í samband við ætlanunum hjá kommununi um býarsavn, sigur Mortan Winther Poulsen. Hann vísur á, at nú kann Forngripafelagið ikki ger annað, enn at heita á kommuna um at varðveita garðin, tí ongin annar kærumøguleiki er, og Forngripafelagið hevur ikki fígging at rinda fyri einari varðveiting. Tríggjar listafólkalønir verða latnar í ár. Upphæddin á listafólkalønum svarar til læraraløn fólkaskúlans á lønarstigi 21.1. Tað svarar til knappar 28.000 krónur. Listafo lk kunnu ikki røkja annað fast starv, meðan tey fáa starvsløn, men tey kunnu hava inntøkur av teirra skapandi virksemi í 3 ára skeiðnum. Faknevndir verða settar við tveimum umboðum fyri hvørja listagrein. Hesi skulu meta um listarligu dygdirnar á umsóknunum, og síðani gera tilmæli til grunnin at taka endaliga avgerð. Umsóknin skal latast inn á talgilda umsóknarblað grunsins . Umsóknir, ið koma seinni enn ásetta tíðarskeið, verða ikki tiknar við í hesum umfari. Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrosti fyri fyrsta hálvár í 2018 var 676 milliónir krónur. Hetta er minni enn í fjør, tá úrslitið gjørdist 120 milliónir krónur betri. Nýggj íløguætlan fyri árini 2018 til 2022 er gjørd. Í hesum tíðarskeiði væntar Bakkafrost at gera íløgur fyri tríggjar milliardir krónur. Alivinnan hevur ment seg ómetaliga nógv, síðani hon byrjaði í Føroyum. Vit síggja framhaldandi stórar menningarmøguleikar fyri framman, og fyri at hesir møguleikar skulu blíva til veruleika, mugu stórar íløgur gerast, sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti. Tað er umráðandi, at vera í oljuklæðum og vaska tey og onnur klæðir, sum eru brúkt, væl, tá ið veiðan er av, eins og tað er av týdningi at vaska hendur væl undir og aftaná veiðuna, og áðrenn tað verður etið ella ein festir sær í. Best er at skola hendurnar í kloraminvatni. Nátin skal helst skáldast. Fjarðar, innvølir, tóm kloraminíløt og annað frá nátaveiðuni skulu koyrast í plastposar og beinast burtur á góðkendum stað hjá IRF ella KOB. Náti, ið er íligin, tað vil siga saltaður, smittar ikki. Vanligu sjúkueyðkennini av nátasjúku er lungnabruni við skjálvta og febri áleið 39 C, turrur hosti og høvuðpína. Tann sjúki er ússaligur og ofta í ørviti. Í summum førum kemur sjúkan líðandi og kann vera so lin, at man nóg illa kennir seg sjúkan. Heldur nakar seg hava fingið sjúkuna, ið vanliga byrjar 4 14 dagar eftir smittuna, verða tey biðin um beinanvegin at venda sær til lækna. Viðvíkjandi sølu av náta, mælir Heilsufrøðiliga starvstovan til, at teir skulu teir verða skáldaðir ella royttir og ílignir. Teir kunnu eisini vera skrædlaðir. Manslandsliðið í hondbólti sleppur ikki at spæla sínar heimadystir í Føroyum í hesari undankappingini, tí eingin høll í Føroyum lýkur treytirnar, sum evropeiska hondbóltssambandið setur. Sjálv Marghøllin í Vági kann kanska lúka treytirnar, men EHF vísir á, at hotelviðurskiftini eru ikki nøktandi, og tað er samstundis ov langt frá flogvøllinum í Vágum til Vágs. Føroyar hava boðað NASCO frá, at Føroyar gera, sum ICES mælir til, og fiska ikki laks tey næstu árini heldur, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður, í svari til Edmund Joensen, løgtingsmann. Hóast landsstýrið hevur boðað frá almennu støðu Føroya, hevur felagið Laksaskip í vár gjørt avtalu við tveir privatar felagsskapir um ikki at fiska villan laks tað næsta árið. Áðrenn farið var undir stóru umvælingarnar í februar, brendi IRF í miðal 56 tons um døgnið. Í løtuni verða í miðal 78 tons brend um døgnið. Um alt riggar, sum tað skal, tá royndartíðin er av, verður nýggi ketilin og tilhoyrandi skipanir handaðar IRF frá Boilerworks fyrst í oktober. Inntil víðari hava ovnur, ketil og skipanir roynst sera væl, sigur IRF. Hóast vit støðugt arbeiða við at endurnýta alsamt meira og at leingja um lívsringrásina á vørum og tilfeingi, eru tað sera stórar nøgdir av burturkasti, ið skulu brennast. Sostatt var tað í tøkum tíma, at kapasiteturin á Brennistøðin varð øktur, sigur IRF í skrivi til miðlarnar. Tað er sjónligt í dagliga rakstrinum hjá IRF, at nøgdirnar av burturkasti eru stórar, og sera nógv burturkast kemur inn frá byggivinnuni. Fyri at betra um møguleikarnar hjá vinnuni at skilja burturkastið, er IRF so smátt byrjað arbeiðið at byggja eina nýggja móttøkuhøll til Brennistøðina. Av tí, at aðrir sáttmálar vísa til hesa avtalu við Tænastumannafelagið, verður nýggja avtalan um tænastuferðir galdani fyri allan almenna arbeiðsmarknaðin. Fjarhitafelagið hevur ikki fingið avlopshita frá Sundsverkinum síðani mars 2017, og fer ikki at fáa avlopshita frá verkinum aftur fyrr enn síðst næsta ár. Tað hevur við sær, at Fjarhitafelagið í løtuni nýtur munandi meira olju enn vanligt, sigur Hans Christian Dam, stjóri í Fjarhitafelagnum. Neyðugt var at kvetta rørini millum Fjarhitafelagið og Sundsverkinum av, meðan nýggja Sundsverkið verður bygt, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV. Hans Christian Dam vísur á, at eitt vanligt ár, sum í 2016, fekk Fjarhitafelagið 73 prosent av hitanum frá Brennistøðini, 18 prosent av Sundi og 6 prosent frá spillolju og 3 prosent frá gasolju. Í litrum brúkti Fjarhitafelagið 89.000 litrar av gasolju og 243 rúmmetrar av spillolju í 2016. Men í 2017, tá Fjarhitafelagið bert fekk avlopshita frá Sundsverkinum inntil mars mánaða, var oljunýtslan nærum fýra ferðir so stór. Ein orsøk til, at Fjarhitafelagið brútki eyka nógva olju í 2016 var eisini, at Brennistøðini lá still í nakrar mánaðar, tí eldur kom í hana. Stjórin í Fjarhitafelagnum væntar, at Fjarhitafelagið fer at brúka munandi meira olju í ár enn vanligt, tá felagið fær avlopshitan frá Sundsverkinum. Eisini tá Fjarhitafelagið fær avlopshita frá bæði Brennistøðini og Sundsverkinum noyðist felagið við hvørt at brenna olju, tí við hvørki Brennistøðin ella Sundsverkið er í gongd alla tíðina. Í 2016 fingu 125 ES borgarar uppihaldsloyvi eftir hesi skipan, og í 2017 var talið nærum tvífaldað. 240 fólk hava í 2017 fingið uppihaldsloyvi frá ES londum. Eisini í ár økist talið eftir øllum at døma. Higartil í ár hava 229 ES borgarar fingið uppihaldsloyvi eftir ES skipanini. Tað er næstan líka nógv sum alt árið í fjørð. Nógv tann størsti parturin av borgarunum, sum koma hendan vegin gjøgnum ES skipanina, eru frá Romenia. Síðani koma lond sum Pólland, Litava og Bulgaria. ES skipanin kom í gildi 1. juli 2014. Tá kom reglan um serrættindi hjá ES borgarum til føroyska arbeiðsmarknaðin aftur í gildi men hesa ferð við teirri broyting, at arbeiðsgevarar undir ávísum fortreytum kunnu taka inn útbúnar handverkarar til byggi og annleggsvinnuna, so leingi arbeiðsloysið er undir 6 . Fyri ófaklærda arbeiðsmegi var framvegis galdandi, at serrættindini ikki taka við fyrr enn arbeiðsloysi er komið undir 3,5 , men frá december sama ár var markið undir 6 prosents arbeiðisloysi galdandi eisni fyri ófaklærdar handverkarar. ES skipanin virkar soleiðis, at mál eftir serligu reglunum fyri ES borgarar verða viðgjørd í beinleiðis samskifti millum arbeiðsgevara og Udlændingestyrelsen. Arbeiðsgevarin kann søkja um undangóðkenning frá Udlændingestyrelsen, og tá undangóðkenning er skrivað, kann ES borgara byrja beinanvegin. Bakkafrost samtakið hevur endurskoðað íløguætlanina, og nú hevur felagið sett sær fyri at gera íløgur fyri tríggjar milliardir krónur til 2022. Íløgurnar verða gjørdar um mestsum alt landið, og endamálið er at lækka lívfrøðiliga váðan, økja um smidleikan og skapa burðardyggan vøkstur. Elias á Skipagøtu varð valdur besti spæliskiparin undir EM kappingini fyri U18 landslið í hondbólti, sum hevur verið í Tbilisi í Georgia seinastu tíggju dagarnar. Eftir hvørja EM og HM kapping er vanligt at velja eitt all star lið, har besti spælarin á hvørjum einstøkum plássi verður kosin. Hesaferð var einki undantak, men tað er meira sjáldsamt, at ein føroyingur verður valdur. Elias var í Summarmorgni til eitt prát Fyri nøkrum døgum síðani varð 13 ára gamla Aphina úr Tailandi útvíst úr Danmark, hóast mamma hennara býr í Danmark og er gift donskum manni. Myndugleikarnir mettu, at gentan hevði sterkari tilknýti til Tailand, har hon hevði verið nøkur ár, meðan mamman fann seg til rættis í Danmark. Fyri einum ári síðani varð 13 ára gamla Yiming Lius úr Kina somuleiðis útvíst úr Danmark, tí mett varð. at sannlíkindi fyri, at hon kundi integrerast, vóru smá. Hon slapp tó at vera verandi, eftir at 5.000 fólk mótmæltu avgerðina. Ken Nónklett, sum umsitir útlendingamál á Útlendingastovuni, metir ikki, at vandi er fyri, at børn í Føroyum fáa somu lagnu sum 13 ára gamla Aphina úr Tailandi. Hetta tí at føroyska lógin ikki er dagførd við teimum mongu broytingum, sum hava verið á útlendingaøkinum í Danmark seinastu árini. Eg dugi ikki at sígga, at tað er eitt aktuelt problem í Føroyum, men eg tori ikki at siga, at tað ikki ber til at koma í hasa støðuna, tí tað mugu danskir myndugleikar taka støðu til, sigur Ken Nónklett frá Útlendingastovuni. Útlendingastovan ger tilmæli í ávísum førum. Eitt nú tá tað snýr seg um uppihald til arbeiðstakara. Men tað er ikki galdandi í familjumálum. Føroysku myndugleikarnir verða ikki kunnaðir um, hvør fær uppihaldsloyvi og ikki. Tískil fær Útlendingastovan sagt neyvari, um líknandi støður eru í Føroyum, har børn ikki fáa uppihaldsloyvi í Føroyum, tá annað foreldrið hevur. Tað eru donsku myndugleikarnir, ið taka slíkar avgerðir. Danska lógin er broytt fleiri ferðir, uttan at føroyska lógin er dagførd. Eitt nú skal metast um møguleikarnir at integrera viðkomandi, sum søkir um uppihald, áðrenn tað verður latið í Danmark. Haraftrat verður skilt millum børn, sum eru yngri enn 15 ár og eldri enn 15 ár, meðan øll undir 18 verða viðgjørd sum børn í Føroyum. Sostatt eru ein ørgrynna av undantøkum, fyri nær man kann nokta uppihaldsloyvi í donsku lógini, ongantíð sett í føroysku útlendingalógina. Sambært tølum frá útlendingastovuni hava 32 børn fingið uppihaldsloyvi í Føroyum í 2017 og 30 í 2016. Tað vil siga í alt 62 børn í tvey ár. Av teimum eru 15 komin til landið við foreldrum, sum koma fyri at arbeiða. Óli Jacobsen, sum var formaður í Føroya Fiskimannafelag í samfull 36 ár, hevur ikki kett seg síðani hann gavst sum fakfelagsformaður. Hann hevur givið fleiri bøkur út um persóns og lagnusøgur og nú skrivar hann bók um kenda frelsunarhermannin Njál Djurhuus, sum hevur eina spennandi søgu. Ætlanin er at bókin skal koma út um eitt ár. Í Summarmorgni í morgun var samrøða við Óla Jacobsen, sum heldur dagin í barnaheiminum Tjørnustovu í Norðragøtu. Í samrøðuni verður millum annað tosað um árini sum formaður í Fiskimannafelagnum, um tíðina sum nevndarlimur í Amnesty International, um stutta tíðarskeiðið í politikki og sum landsstýrismaður og um umfatandi virksemið sum rithøvundur. Tað var ikki sørt tilvild at eg eri føroyingur í dag og ikki danskari. Foreldrini fóru til Danmarkar áðrenn kríggið og sluppu ikki heimaftur. Men eftir kríggið kom pápin aftur til Gøtu at taka sær av tí lítla festinum í Norðragøtu og soleiðis kom familjan aftur til Føroya. Tá var eg sjey ára gamal dugdi eg ikki eitt orð á føroyskum. So eg kundi tað sama í dag verið ein pensjóneraður kontóristur í Keypmannahavn, sigur Óli. Grindin er um tríggjar fjórðingar úr landi millum Nípuna og Bøssdalafoss. Sum skilst er talan um tveir bólkar, men enn vita vit ikki hvussu stór grindin er, sigur Finnbogi Midjord, sýslumaður við Portalin. Kristina Háfoss, sum er landsstýriskvinna í fíggjarmálum, heldur tað vera av sera stórum týdningi, at starvsfólk, sum arbeiða í almenna geiranum, kunnu kenna seg trygg við at boða frá møguligum óreglusemi innan tað almenna. Føroysku peningastovnunum er álagt at hava eina varskógvaraskipan, har starvsfólk kunnu dulnevnt ella navngivið boða frá óreglusemi. Landsstýriskvinnan heldur, at ein varskógvaraskipan er kanska serliga neyðug í Føroyum, tí í einum so lítlum samfelag eru persónligu sambondini lutfalsliga tøtt, og persónligu avleiðingarnar kunnu gerast lutfalsliga ógvusligar, um eitt starvsfólk velur at varskógva um óreglusemi. Landsgrannskoðanin skal í fyrsta atløgu meta um fráboðanina, og verður niðurstøðan, at talan er um viðurskifti, sum eiga at verða kannað, verður aðalstjórin, sum varðar av økinum, kunnaður um málið. Andstøðan skjýtur nú upp at framskunda verkætlanina við tunlunum norður um Fjall. Andstøðan vil, at fíggingin av tunlunum norður um Fjall verður lutvíst knýtt at Norðoyatunlinum. Tað krevur, at verklagslógin fyri Norðoyatunnilin verður broytt, tí felagið hevur eina bundna uppgávu bara at byggja og reka Norðoyatunnilin. Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin, Sjálvstýri og Miðflokkurin vilja, at partafelagið Norðoyatunnilin fær rætt til at fyrireika og forprojektera vegagerðina og tunnilsgerðina millum Klaksvík og Árnafjørð, og millum Árnafjørð og Norðtoftir. Stendur Norðoyatunnilin sum byggiharri fyri tunlarnar norður um Fjall, kann arbeiðið byrja uttan stórvegis drál, heldur andstøðan. Ger landið eina tunnilsverkætlan gjøgnum eitt alment partafelag, verður ikki neyðugt at spreingja fíggjarkarmin, heldur andstøðan. Trygdin í tunlunum er ikki nóg góð, tað er óhøgligt at ferðast í tunlunum, og verandi tunlar gera, at tað ber ikki til at menna vinnulívið í økinum norðan fyri Fjall, sigur andstøðan. Stjórnarskipanarnevndin skal eisini veljast av nýggjum, fimm fólk sita í nevndini, men nú skal vera tað vera møguligt hjá øðrum enn politikarum at sita í nevndini. Løgfrøðiliga grundarlagið skal fáast upp á pláss, áðrenn nevndin verður vald, sigur landsstýrismaðurin í innlendismálum við Sermitsiaq. Ein grind legði beinini í Sandavági seint í gjárkvøldið. Grindin var funnin tríggjar fjórðingurar úr Trølanípuni seinnapartin í gjár. Men tað gekk sera striltið at fáa rakstur á hana. Ikki fyrr enn í skýmingini seint gjárkvøldið eydnaðist at halda grindina til í Sandavági. Sámal Jákup Jørgensen, grindaformaður sigur við in.fo, at bátarnir, sum róku, mistu ein stóran bólk. Hann metir at grindin er umleið 50 hval. Partafelagið Fiskaaling fer nú eisini at ala tara. Fiskaaling hevur søkt um, at royndaraliloyvið á landi í Nesvík eisini skal umfata tara, skrivar Heilsufrøðiliga starvsstovan. Talan kann vera um ein bólk, sum slapp í rakstrinum í gjár, tá ein grind varð funnin tríggjar fjórðingurar úr Trølanípuni seinnapartin í gjár. Grindin er tó heilt lítil sambært metingunum, og tí er ivasamt, um hon verður hildin til. Ta avgerðina tekur sýslumaðurin, sum tó enn er upptikin av at skera upp í Miðvági. Læknakanning er í tí sambandinum kravd. Slík læknakanning kostar 300 ella 400 krónur, sum fólk gjalda úr egnum lumma. Men hon eigur at verða ókeypis, sigur Sjálvstýri. Sjálvstýri sigur, at frá 1. juli í 2017 til 30.juni í ár endurnýggjaðu 915 fólk koyrikortið fyri aldur. Tey elstu, tveir menn, vóru 95 ár. Sjálvstýrið roknar tó við, at 700 koyrikort verða endurnýggjað um árið í framtíðini. Flokkurin sigur, at læknaváttanir kosta í miðal 350 krónur, so kostnaðurin av lógarbroytingini verður 245.000 krónur. Donald Trump, forseti, gav sum valevni boð um, at persónligi advokaturin hjá sær skuldi bróta lógina stutt fyri forsetavalið í 2016. Tað segði Michael Cohen í rættinum í New York í gjárkvøldið. Cohen var til fyri stuttum persónligur advokatur hjá Trump eitt starv, sum hann røkti í meira enn eitt áratíggju. The New York Times skrivar, at Michael Cohen játtaði seg sekan í fleiri lógarbrotum. Hann segði, at Donald Trump fáar vikur fyri forsetavalið í 2016 gav sær boð um loyniliga at rinda stórar upphæddir til tvær kvinnur, sum søgdu seg hava havt kynsligt samband við Trump. Afturfyri skuldu kvinnurnar tiga um sambandið við Trump. Um tað er rætt, so kann Donald Trump í prinsippinum skuldsetast fyri at hava brotið lógina um valstríðspening, sigur Steffen Kretz, sum er USA korrespondentur við Danmarks Radio. Men ein skuldseting liggur neyvan í kortunum, tí ákærumyndugleikin kann ikki skuldseta ein sitandi forseta. Tað kann bara ein meirluti í Umboðsmannatinginum, og har hevur flokkurin hjá Donald Trump, republikanararnir, í løtuni meirluta. Stutt eftir at Michael Cohen hevði játtað seg sekan, varð fyrrverandi leiðarin fyri valstríðið hjá Donald Trump, Paul Manafort, dømdur sekur í fíggjarsviki. Í viðmerkingunum vísir løgtingskvinnan á, at uppskotið heimilar, at fólk, hvørs lívfrøðiliga kyn er í andsøgn við kynssamleika teirra, umvegis eina umsókn kunnu skifta kyn løgfrøðiliga. At skifta kyn løgfrøðiliga merkir, at tú søkir um at fáa eitt p tal, sum samsvarar við tín kynsliga samleika, og hetta gevur tvørkyndum møguleika at velja sær navn samsvarandi samleika sínum, fáa nýtt samleikaprógv, koyrikort og pass. Sonja Jógvansdóttir vísir á, at lógarbroytingin gevur tvørkyndum persónum møguleika í sínum gerandislívi og virki at liva í samsvari við tað, tey eru, umframt at tað er ein almenn viðurkenning. Ísurin norðanfyri Grønland er so smátt farin at bráðna. Tað skrivar enska blaðið the Guardian við danska veðurstovninum DMI sum keldu. Havísurin norðanfyri Grønland hevur verið hildin av granskarum at verið seinasti havísurin á jørðini, sum fór at bráðna, men fylgisveinamyndir vísa, at ísurin er meira sundurbrotin og flytir seg meira, enn nakrantíð áður skrásett. Talan er um elsta og tjyksta havís í heiminum. Hetta er fyrstu ferð, at opið hav er at síggja norðanfyri Grønland, har ísur vanliga er alt árið runt. Sambært granskarum á DMI var óvanliga heitt í februar og aftur hendan mánaðin í økinum, og tað hevur gjørt tað møguligt hjá streymi og vindi at trýsta havísin burtur frá landi í Norðurgrønlandi. Hinar kommunurnar, har sum fólkatalið minkaði, eru Kvívíkar kommuna, men har var bara eitt fólk færri, og Fugloyar kommuna, har vóru trý fólk færri. Sambært KNR gevst meira enn fjórði hvør grønlendingur, sum byrjar eina hægri útbúgving í Danmark, longu fyrsta árið. Meðan sama tal fyri donsk lesandi einans er 16 prosent. Sambærrt KNR hevur danska stjórnin sett sær fyri at minka um fráfallið á hægri útbúgvingunum, og tí fer hann at biðja um eina kanning, sum kann lýsa, hví serliga grønlendingar ikki gjøgnumføra útbúgvingarnar. Tað er ikki eydnast at fáa greiðu á, hvussu nógv føroysk lesandi gevast aftur longu fyrsta árið. Vit hava sent altjóða skrivstovuni fyri lesandi ein fyrispurning. Edmund Joensen heitir á ríkisumboðið um at kanna, um til ber at leita fram ætlanir, tekningar og yvirlit, sum finnast um hernaðarliga virksemið á Eiði og á Eiðiskolli í seinna veraldarbardaga. Hann vil eisini hava at vita, um hetta tilfar, um tað yvirhøvur er til, kann gerast alment atkomuligt og latast føroyskum myndugleikum. Edmund Joensen sigur, at tað hevur stóran áhuga bæði søguliga og nú, tá ferðastreymurin til Føroya økist, at fáa fatur í tilfari, sum stavar frá tíðarskeiðnum undir krígnum serliga um virksemið á Eiði og á Eiðiskolli. Endamálið er at fáa at vita, hvussu Føroyar vóru partur í teimum herðnarskipanum, sum vórðu stovnaðar í seinna veraldarbardaga, um ítøkiliga týdningin, sum Eiðiskollur og onnur støð høvdu, og brúka tilfarið sum almenna upplýsing til dømis í undirvísing og kunning til ferðafólk. Er tað møguligt, at verða so sunn, at tað í veruleikanum er sjúkt Hvar gongur markið í millum at tapa seg nøkur kilo og at svølta seg í hel Er Anorexi ein lívsstílur Tá vit flenna at onkrum, so eru vit meira opin, og kunnu hugsa um evnið á ein annan hátt, siga tær báðar til spurningin um, hví tær velja so álvarsom evni sum til dømis etingarólag at flenna at. Sjúkt Sunn er ein svørt komedia, sum verður frumframførd á Tjóðpalli Føroya í kvøld. Leikurin er annars tað, ið nevnt verður ein kuffertleikur, og tað merkir, at leikararnir kunnu fara hvar sum helst við leikinum, tí hann ikki krevur tað stóra av útgerð. Tað verður serstakliga í Havnini og í Tjørnuvík, at fólk koma at merkja, at kongalig vitjan er, og vert er at kaga í skránna, um tú ikki vilt standa í bíðirøð við bilinum. Jan Fossaberg frá løgregluni greiddi frá í Summarmorgni. Hósdagin fær landsstýriskvinnan við umhvørvismálum handað eina nýggja frágreiðing við fleiri ymiskum modellum fyri, hvussu Føroyar kunnu náa málinum um varandi orku í 2020. Tað er umhvørvisstovan, SEV og áhugafelagsskapurin hjá donsku orkufeløgunum, sum hava gjørt frágreiðingina. Við einum miðal ári til vind og avfall sum grundstøði fyri útrokningunum, metir arbeiðsbólkurin, at útbyggingar í vatngoymslur, pumpuskipanir og turbinir fara at kosta gott 400 milliónir um árið frá 2016, vaksandi til 650 700 milliónir um árið í 2030. Her er íroknað nýggjar íløgur í bæði framleiðsluútgerð, goymsluútgerð og transmissiónsnet umframt rakstur og avskrivingar av verandi framleiðsluútgerð og transmissiónsneti. Úrslitini vísa eisini, at orkuprísurin frá 2016 fram ímóti 2020 hækkar eitt sindur, men longu í 2024 lækkar orkuprísurin aftur niður um orkuprísin í 2016, og prísurin heldur fram at lækka spakuliga fram ímóti 2030. Frágreiðingin er ein partur av strembanini at røkka eini 100 prosent fossilfríari orkuskipan í 2030, sum varð skrivað í samgonguskjalið frá 2015, har landsstýrið setti nøkur mál fyri føroyskan orkupolitikk. Sambært samgonguskjalinum skulu íløgur gerast í grøna orku, so Føroyar kunnu gerast sjálvveitandi við varandi elorku í 2030. Samstundis skal upphitingin av húsum og bygningum leggjast um, so at í minsta lagi helvtin av hesum verða hitað við grønari orku í 2025. Nú er so ein realistisk kostnaðarmeting av ætlanini. Tað er samstundis greitt, at meira ella minni øll íløgujáttan hjá landinum skal brúkast, um hetta politiska mál skal røkkast um ikki verður hugt eftir alternativum fíggingarleistum. Michael Cohen, sum í mong ár var persónligur advokatur hjá Donald Trump, vitnaði í gjár um, at Trump gav sær boð um at bróta lógina undir forsetavalstríðnum í 2016. Í dag segði Cohen undir vitnisábyrgd, at Donald Trump leiddi seg at fremja brotsverk við at rinda tveimum kvinnum pening við tí meginendamáli at ávirka eitt val, sigur Lanny Davis, advokatur sambært Reuters. Um hesi gjøld eru revsiverd fyri Michael Cohen, hví skuldu tey so ikki eisini verið revsiverd fyri Donald Trump, spurdi advokaturin. Lógarbrotini vórðu framd við í loyndum at rinda pening til tvær kvinnur fyri at fáa tær at tiga um kynsligt samband við Trump, sum tær siga seg hava havt. Reuters skrivar, at røddin sveik fleiri ferðir, tá Michael Cohen viðgekk seg sekan í átta ákærum um lógarbrot, millum annað í skattasviki, bankasviki og brotum á lógina um valstríðspening. Mangir amerikanskir løgfrøðingar siga, at ein sitandi forseti ikki kann verða skuldsettur fyri brotsverk, men at grundlógin loyvir meirlutanum í Kongressini at ákæra og seta ein forseta frá embætinum, um talan er um álvarslig lógarbrot. Men í løtuni hevur flokkurin hjá Donald Trump, republikanararnir, meirlutan har. Ákærurnar frá Michael Cohen økja trýstið, sum er á Donald Trump, áðrenn valið nú í november, har demokratarnir stríðast fyri at endurvinna meirilutan bæði í Umboðsmannatinginum og Senatinum, skrivar Reuters. Rudy Giulliani, sum er advokatur hjá amerikanska forsetanum, gevur Michael Cohen av grovfílini og kallar hann eina lítla óreiðiliga rottu , sum er kendur fyri at lúgva. Tí skipar kommunan í morgin fyri almennum fundi um útstykkingarnar á Fríðufløtum og við Hálsatjørn, og hvørjar mannagongdir eru, tá fólk skulu velja sær eitt grundstykki. Talan er um tilsamans 53 grundstykki. Eftir ætlan verður útstykkingin á Fríðufløtum liðug í ár, útstykkingin við Hálsatjørn norður sum er suður til rundkoyringina verður liðug næsta vár, og við Hálsatjørn suður verður útstykkingin eftir ætlan liðug fyri árslok næsta ár. Teirra millum eru nøkur, sum politiið ikki hevur tosað við fyrr um hetta mál. Men nøkur eru eisini, sum politiið hevur tosað við fyrr. Politiið heitir á fólk um at venda sær til politiið á telefon 114, um tey halda seg vita okkurt um málið. Áheitanin er eisini galdandi fyri tey, sum fyrr eru avhoyrd í málinum. Politiið skrásetir øll, sum ringja inn um málið og setir seg í samband við tey aftur skjótast gjørligt, stóð í fráboðanini frá politinum, sum hevði hendan boðskapin til fólk Sjálvt um vitanin, tú situr inni við, kann tykjast uttan týdning og ónýtilig, verða øll biðin um at venda sær til politiið. Upplýsingarnir kunnu vísa seg, saman við øðrum kanningum hjá politinum, at hava týdning fyri málið. Niðurstøðan hjá politinum eftir líkskoðanina tá var, at eingin tekin vóru um, at gentan hevði verið fyri nøkrum ágangi. Heldur ikki vóru tekin um, at eitt óhapp var hent. Hildur Hentze, leiðari á Kriminaldeildini sigur, at tey taka málið upp aftur, tí nógvir leysir endar framhaldandi eru um hendingina í november í 2012. Søgur ganga áhaldandi um hendingina, og vit vilja gjarna hava greiðu á, hvat hendi. Vit hugsa fyrst og fremst um familjuna hjá gentuni, sigur Hildur Hentze. Umleið 750 næmingar ganga í teimum báðum skúlunum, sum nú vera samanbygdir. Nøkur teirra hava húsast ymsastaðni í Klaksvík seinasta árið, orsakað av byggingini, og har vera tey eisini hetta skúlaárið út. Skúlin skuldi upprunaliga standa klárur til skúlabyrjan 2018. Hóast skúlabyggingin er seinkað, er Klaksvíkar býráð tó við gott mót. Beinta Klaksvík, forkvinna í trivnaðarnevndini í Klaksvíkar býráð, sigur, at høvuðsorsøkin til seinkingina er manglandi arbeiðsmegi. Býráðið metir, at skúlin verður klárur til skúlabyrjan 2019, og mett verður eiheldur, at seinkingin fer at kosta kommununi meira. Fíggjarætlaninin heldur enn, og seinkingin hevur ikki kostað nakað enn, sigur Beinta Klakkstein sum tó leggur afturat, at seinkingin hevur tyngt arbeiðsumhvørvið nakað. Næmingar eru í fleiri ymiskum húsum runt í býnum, og lærarar mugu flyta seg rættiliga nógv, so á tí kontoini hevur tað kostað nógv, og tey eru sera tolin, sigur Beinta Klakkstein. Í døgunum 22. august til 25. august verður Torgið í SMS karmur um eina myndaframsýning hjá norska fotografinum, Anders M. Leines, sum hevur ferðast kring Norra og USA og tikið myndir av fólkið, ið hava Parkinson. Endamálið við framsýningini er at geva fólki eina nýggja fatan av fólki sum hava Parkinson. Parkinsonfelagið í Føroyum skipar fyri framsýningini. Upprunin til myndaframsýningina Anders M. Leines fekk staðfest Parkinson, sum ungur. Hann kundi als ikki sameina seg við myndirnar, sum brúktar vóru, tá tosað varð um fólk við Parkinson. Myndin, sum oftast var brúkt, var frá 1886 av einum gomlum sjúkum manni. Hann setti sær fyri at geva eina rættari fatan av fólki við Parkinson at tey eru líka ymisk sum øll onnur, eru sárbar, hava dreymar, eru virkin og taka lut. Og fór hann tí at taka myndir av yngri fólkum við Parkinson. Tað snýr seg um tær kvinnur, sum ikki hava fingið uppihaldsloyvi í Føroyum, segði Jenis av Rana løgtingsmaður og formaður í Miðflokkinum, í løgtinginum í gjár. Tær hava fingið at vita, at tá tær eiga, so fáa tær eina rokning. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, váttaði, at útlendskar kvinnur eiga at gjalda, tá tær eiga á Føðideildini. Men hetta verður broytt, hóast tað ikki er bara sum at siga tað. Í sjúkrahúslógini er ein karantena, sum ásetir, at tú skalt hava búð í Føroyum í seks vikur fyri at hava full rættindi, segði Sirið Stenberg í svari til Jenis av Rana. Landsstýriskvinnan vil hava karantenuna avtikna, tá tað snýr seg um barnakonur. Fólk koma í trupulleikar av hesi karantenu, tí pappírini eru ikki komin í rætt lag, áðrenn konan skal eiga, segði Sirið Stenberg. Sambært Sirið Stenberg er tað tó trupult at broyta hetta, tí partur av lóggávuni á heilsuøkinum er ikki yvirtikið, og tískil skal málið helst viðgerast á Fólkatingið. Landsstýriskvinnan segði, at arbeitt verður við málinum, so tað vónandi verður broytt. Í 2016 var prísurin fyri ull, sum varð flokkað sum fyrsti flokkur, 15 krónur fyri kilo, tá meirvirðisgjaldið er við. Fyri ull, sum fór í annan flokk, fingust tvær krónur fyri kilo. Í ár bar ikki til at lata meira fyri ullina, tí jattanin í fíggjarlógini er ov lítil. Ein onnur orsøk til, at minni ull er latin inn í ár, er, at øll fjøll vórðu ikki gingin í ár. Løgreglan boðar frá, at tað í løtuni er stórur vandi fyri álopum á føroyskar heimasíður. Tað eru sokallaði D DoS álop, sum kunnu væntast í Føroyum. Eitt D dos álop er eitt álop, har nógvar teldur um allan heim verða settar at senda fyrispurningar til eina heimasíðu í senn, so hon brýtur saman. Alt bendir á, at tað eru bæði felagsskapir og einstaklingar, sum eru ímóti grindadrápi, sum standa aftanfyri, sigur løgreglan í fráboðan til miðlarnar í dag. Seinastu dagarnar hava verið minst tvey álvarslig D DoS álop móti tveimum ymiskum føroyskum heimasíðun. Álopini gjørdu, at síðurnar vóru óvirknar eitt tíðarbil. Somu persónar eru undir illgruna fyri at hava hackað eina ávísa føroyska heimasíðu og likið persónligar upplýsingar sum teldupostadressur og passorð. Fólk flest uppliva at missa foreldrini. Tey flestu hava tó í øllum førum annað foreldri hjá sær ein stóran part av lívsleiðini. Hjá Ester Kristiansen er øðrvísi. Hon er 25 ára gomul og hevur mist bæði foreldrini. Tá Ester var tólv ára gomul, andaðist pápi hennara brádliga. Mamma Ester fór ígjøgnum eina herviliga sjúkralegu, áðrenn hon fór foldum frá. Tá var Ester 24 ára gomul og hevði júst átt sonin, Suna. Mamma hevur altíð lært meg, at eg skal vera sterk. Eg dugi ikki at vera nakað annað, tá eg havi havt hana sum fyrimynd. Eg hugsi ofta, hvat mamma hevði sagt, um eg bara setti meg afturá at gráta. Tað er í øllum førum ikki tað, sum hevði gjørt mammu glaða, sigur Ester Kristiansen. Í hesi seinastu av trimum sendingum hitta vit leikstjóran og sjónleikarinnuna, Maritu Dalsgaard og maka hennara, sjónleikaran, Olaf Johannesen. Parlagið er eitt evni og øki í tilveruni, sum áhugar og upptekur nógv av okkum. Vit lesa, granska, kanna, kjakast og tosa um, hvussu parlagið virkar, og hvussu ein fær tað at rigga á best møguligan hátt. Nógv, sum eru í parlagi, sammeta sítt parlag við onnur pør, og eru vit støk og ynskja okkum ein maka, hava vit hugsanir um, hvussu hetta parlagið skuldi verið. Eins mangar hugsanir og ynski, ætlanir, væntanir og dreymar eru í mun til parlagið, eins mong sløg av parløgum finnast. Tí sum kunnugt er tíbetur ongin av okkum líka, og sjálvsagt er tískil eisini ymiskt, hvussu vit menniskju tilvitað og ótilvitað skipa okkara parlív, um vit hava eitt slíkt. Eg havi altíð verið eitt sindur forvitin um, hvussu fólk skipað lív sítt, og fekk tí hugskotið at fara á rannsóknarferð í parløgum, har partarnir liva og virka privat og fakliga. Eg helt hetta vera eitt áhugvert evnið at granska, tí er tað ikki ein dreymur at vera felags um alt í lívinum, ella er tað ein romantisk illusión, sum skjótt kann gerast ein marra Tað eydnaðist mær at finna trý ymisk pør, sum vildu greiða frá, hvørji fyrimunir og vansar eru við ikki bert at deila tak, innkeyp, reingerð, børn við meira, men eisini fakliga virkið. Umhvørvisstovan hevur boðað Landsverki, kommunum og teimum stóru byggifyritøkunum frá, at nýggjar reglur eru galdandi fyri nýggj grótbrot, nýggjar útfyllingar og tunlar Útfyllingar hjá Eysturoyartunlinum á Skálafjørðinum hava fingið serstakt ískoyti til umhvørvisgóðkenningina hjá felagnum, sum ger tunnilin. Útfyllingarnar í Runavík og á Toftum hava fingið serstaka umhvørvisgóðkenning, har serligur dentur verður lagdur á at avmarka plastdálkingina. Í grótbrotinum á Glyvursnesi, haðani grótið til havnarútbyggingina í Havn kemur, verður sprongt soleiðis, at plastleidningurin í mestan møguligan mun verður hildin aftur, so leidningurin ikki fer á sjógv saman við grótinum, svarar Sirið Stenberg. Hon sigur eisini, at hon hevur biðið Umhvørvisstovuna gera eitt uppskot um, hvussu vit fáa sett plastdálkingina á dagsskránna í Føroyum. Sambært Hagstovuni útfluttu vit fyri 3,9 milliardir krónur frá 1. januar til 1. juli í ár. Í fjør varð útflutt fyri 4,4 milliardir í fyrra hálvári. So útflutnigurin er framvegis størri enn innflutningurin. Avlop er framvegis í handilsjavnanum, 300 milliónir krónur fyrra hálvár. Eftir móttøkuna verður spákað út í Tinganes, á vegnum verður kunnað um róðrarfelagið Knørr, og klokkan 9.55 er løgmaður vetur fyri móttøku. Síðani verður ferðast runt í høvuðstaðnum, klokkan 10.25 til býartrappuna í Vágsbotni, klokkan 11.05 til skúlan á Argjahamri, klokkan 12.15 verður vitjað í Finsen, og klokkan 13 verður býráðið vertur fyri miðmála á Hotel Hafnia. Klokkan 14.30 verður vitjað á Glasir, og klokkan 15.20 verður vitjað í Sjóvinnuhúdsinum á Vestaru bryggju, og klokkan 16.05 verður vitjað í løgtinginum. Mary, krúnprinsessa fer ein part av tíðini fyri seg, og klokkan 14.30 vitjar hon Býlingshúsið Undir Fjalli og klokkan 15.25 vitjar hon í Kvinnuhúsinum. Eftir vitjanina har, fer krúnprisessan í løgtingið. Tað vil siga, at Varðin vann sakarmálið, og at partaeigararnir sleppa undan at rinda skatt av teimum fyrstu 887 milliónunum, um fyritøkan verður seld. Hetta merkir, at eigararnir sleppa undan at rinda 310 milliónir krónur í skatti, um teir velja at selja. Taks vildi ikki góðtaka avgerðina hjá Føroya rætti um skattaviðurskiftini hjá teimum 11 eigarunum og vildi tí hava landsrættin at meta um málið av nýggjum. Tað hevur landsrætturin nú gjørt, og úrskurðurin er altso tann sami partaeigararnir í Varðanum kunnu selja fyritøkuna og sleppa undan at rinda skatt av teimum fyrstu 887 milliónunum. Fleiri tiltøk plaga at vera í Vágoynni um hesa tíðina, og nú hava tey sligið seg saman og hava sett á stovn Vesturskin. Men hvat er Vesturskin Vit fingu orðið á Vár Gregersen, sum er ein av fyrireikarunum, umframt tvey av teimum, ið eru við í nøkrum av tiltøkunum. Skráin sæst við at leita eftir Vesturskin á Facebook. Tað er Helgi Jacobsen, ið hevur skrivað bygdasøguna. Tvey tey fyrru bindini komu í mai mánaði í fjør og í gjárkvøldið varð so sjálv ættarsøgan løgd fram í 3. bindi. Tað hevur Helgi Jacobsen gjørt saman við Thorleifi Hansen, ið hevur skrivað av eftir kirkjubókum og hevur sett ættargreinarnar saman. Bæði Helgi Jacobsen og Jóhannus Danielsen eru væl nøgdir nú bygdasøgan er komin út. Tað var upprunaliga bygdaráðið, sum í 2013 tók stig til at fáa bygdasøguna út í bók og Nes kommuna, sum júst hevur fylt 50 ár, hevur fíggjað útgávuna. Fríðrikur krúnprinsur fekk føroysku klæðini frá landsstýrinum og løgtinginum. Vesturin er reyður við ymsum broderaðum, grønum bløðum. Klæðini hjá Mary krúnprinsessu vórðu latin av landsstýrinum og løgtinginum í 2005, tá krúnprinsessan vitjaði í Føroyum fyri fyrstu ferð. Fyrri og turriklæðið er myrkagrønt við margarittum. Silvurið er serstakt og sniðgivið til Mary. Krúnprinsabørnini hava fingið føroysk klæði í gávu frá løgtingum, landsstýrinum og frá ymsum kommunum í samband við kongaligu vitjanina í dag. Føroysku klæðini hjá Christian prinsi eru gáva frá Tórshavnar kommunu. Landsstýrið og løgtingið hava latið silvurið í gávu. Vesturin er reyður, og blómurnar eru reyðar og lillaðar við ymsum grønum bløðum. Tey føroysku klæðini hjá Isabellu prinsessu eru gáva frá Sunda kommunu. Landsstýrið og løgtingið hava latið silvurið í gávu. Føroysku klæðini hjá Vincent prinsi eru gáva frá Runavíkar kommunu. Landsstýrið og løgtingið hava latið silvurið í gávu. Vesturin er reyður við siðbundnum, føroyskum mynstri. Føroysku klæðini hjá Josephine prinsessu eru gáva frá Klaksvíkar kommunu. Landsstýrið og løgtingið hava latið silvurið í gávu. Fólkatalið fór upp um 51 túsund 1. juli. Tá vóru vit 51.043. Fólkatalið vaks við 830 fólkum frá 1. juli í fjør til 1. juli í ár. Vøksturin kemur einamest av broyttu flytingini, har nógv færri fólk eru flutt av landinum, samstundis sum tilflytingin er vaksin. Hoyr Hans Paula Strøm, fólkalívsfrøðing á Hagstovu Føroya millum annað greiða frá, hví alsamt fleiri vilja búgva í Føroyum, um fólkatalið fer at halda fram at vaksa. Heimsheilsustovnurin, WHO, heitir á evropeisku londini um at leggja størri áherðslu á at fáa fólk at koppseta seg ímóti meslingum, tí meslingar breiða seg skjótt í fleiri evropeiskum londum. Frá januar til juni í ár, vórðu staðfestir 41.000 tilburðir av meslingum í Europa. Tað er munandi meir enn í fjør, tá 24.000 tilburðir vórðu staðfestir alt árið. Og tað eru fýra ferðir fleiri tilburðir enn í 2016. Hon mælir til, at londini gera meira fyri at fáa fólk at koppseta seg ímóti meslingum, og skal koppsetingin hava nakra ávirkan, so mugu minst 95 av fólkinum koppsetast. Í sjey evropeiskum londum vóru fleiri enn 1000 tilburðir fyrra hálvár, teir vóru í Fraklandi, Georgia, Grikkalandi, Russlandi, Serbia og í Ukraina. Ringast stendur til í Ukraina, har 23.000 tilburðir vóru fyrra hálvár. Í Serbia doyðu 14 fólk av meslingum, og tað er hægsta talið fyri eitt land. Meslingar smitta illa, og tí er vandi fyri umfarssjúkum, um ikki tamarhald fæst á gongdini. Í serligum vanda eru børn og kvinnur, sum eru við barn, sigur heimsheilsustovnurin í áheitanini á evropeisku londini. Tað hevur leingi verið ósemja um handilsviðurskiftini ímillum londini, og seinastu tíðina hava bæði londini lagt toll á vørur hjá hvørjum øðrum. Kina svaraði eisini alt fyri eitt aftur í morgun, og boðaði frá tolli á amerikanskar vørur fyri 16 milliardir dollarar. Samstundis hevur Kina boðað frá, at landið fer at kæra USA til heimshandilsfelagskapin, WTO. Bæði USA og Kina er samd um, at fleiri samráðingar skulu til fyri at fáa viðurskiftini í rættlag, og seinast í august fer ein kinesisk sendinevnd til USA at samráðast um handilsviðurskiftini ímillum londini. Men fyrisitingarlig atlit gera, at 20 prosent av svartkjaftinum eru ikki býtt út enn, og heldur ikki tíggju prosent av sildini og makrelinum. Seinnapartin týsdagin varð arbeiðstakarasáttmáli gjørdur fyri timburarbeiðið, stálarbeiðið og takarbeiðið gjørdur, nú nýggjur barnagarður skal byggjast í Trongisvági. Mortan T. Vang, stjóri í MTV Byggivirki, Kristin Michelsen, borgarstjóri, og Jónleyg J. Bech, kommunustjóri, undirskrivaðu sáttmálan. Tilboðið er góðar 6,4 milliónir krónur. Arbeiðið byrjar 3. september. Jørðarbeiðið, klokakkarbeiðið og betongarbeiðið er gjørt. Tað byrjaði í desember í fjør. Í dag er eru 52 børn í Mýrifípuni, sum barnagarðurin eitur. Tá útbyggingin er liðug, er pláss fyri 52 børnum afturat, umframt 40 børn í útibarnagarðinum. Tá fíggjarkreppan tók seg upp, var Grikkaland við at fara á húsagang, og tað gjørdi tað neyðugt hjá ES at taka um endan. Við Týsklandi á odda bjargaði ES Grikkalandi. Eitt nú vil altjóða fíggingargrunnurin, IMF, vera við, at enn er langt á mál hjá Grikkalandi, og neyðugt er framvegis við neyvari stýring av búskapinum. Granskarar siga, at fólkið í Grikkalandi hevur havt sera vánalig kor hesi átta árini. Arbeiðs og starvsfólk hava mestsum ikki havt nøkur rættindi, og minstalønin hevur verið sera lág. Tað er lítið eftir av miðalklassanum í landinum. Hóast gongdina so hevur fólkið ikki stórvegis álit á polittisku skipanini, og tað fer at taka drúgva tíð at broyta ta gongdina, siga granskararnir. Sambært Hagstovuni er tað oljuprísurin, sum ger, at vit hava brúkt ein triðing meira upp á brennievni í ár. Men nøgdin vaks tó eisini. Hoyr Kristinu Jacobsen og Katy við Skipá, farmakonomar, greiða frá hvat hendir, tá tú verður stungin av vespu og hvat ein skal gera, um ein verður stungin. Útbyggingarnar við vindmyllum, battarískipan og pumpuskipan í Suðuroynni, verða eisini sagdar at vera skilagóð stig at taka beinanvegin. Almenna málið er, at øll el orka í Føroyum skal vera við varandi keldum í 2030, og í minsta lagi helvtin av øllum húsum og bygningum skulu hitast við grønari orku í 2025. Við einum miðal ári til vind og avfall sum grund fyri útrokningunum, metir kanningarbólkurin, at vatngoymslur, pumpuskipanir og turbinir fara at kosta einar 400 milliónir um árið frá 2016, vaksandi til 650 700 milliónir um árið í 2030. Fyrstu fimm árini skal dentur leggjast á at útbyggja varandi elframleiðsluna. Mælt verður til at nýta framkomnar vindmyllur, sum eins og í Húsahaga eru knýttar at battarískipanum, sum javna óstøðugu vindorkuna út á elnetið. Eisini er neyðugt at byggja sól orkuskipanir, sum kunnu framleiða streym um summarið, tá lítið er av vatni og vindi, stendur í kanningini. El netið sjálvt eigur eisini at verða útbygt hesi fyrstu fimm árini, so tað megnar at taka ímóti økta og broytta máttinum frá eitt nú vindmyllum. Í útrokningunum fyri fyrstu fimm árini eru vindmyllulundirnar, sum longu eru í útboði á Eiði og í Porkeri, umframt pumpuskipanin í Suðuroy. Í seinna tíðarskeiðinum skal dentur framhaldandi leggjast á at útbyggja bæði vindorku og sólorku við millum 20 og 30 MW annaðhvørt ár. Tá skal eisini stigvís útbygging av orkugoymslum í pumpuskipanum fara fram. Fyrsta stigið at byggja pumpuskipan í Vestmannaøkinum kann takast uttan at víðka byrgingarnar, og hetta kann hóskandi gerast í 2024 25, stendur í kanningini. Ein útbygging av byrgingunum verður helst ikki neyðug, fyrr enn vit nærkast 2030. Mælt verður frá sjóvarfalsorku enn, tí hon er ov lítið ment. Battarí at goyma orku í langa tíð kunnu eisini gerast framtíðar orkugoymslur, men enn eru battarí sum langtíðargoymslur ikki búskaparliga áhugaverd, stendur millum annað í kanningini. Alsamt meira burturkast kemur inn til brennistøðirnar í Føroyum. Heldur mongdin av burturkasti áfram at vaksa, er helst neyðugt at fara undir at byggja nýggja brennistøð fyrr enn væntað. Tað heldur Poul Andrias Joensen, stjóri í IRF. Livitíðin hjá verandi brennistøðum hevur verið mett at verða 10 15 ár, men brennistøðin hjá IRF fær nógv meira burturkast inn, at kapasiteturin longu kann verða uppi um 8 ár, sigur Poul Andrias Joensen. Vøksturin í burturkasti hjá IRF var 16 í fjør og 7,8 higartil í ár. Og eisini Brennistøðin á Hjalla fær nógv meira burturkast inn, og nú er lítil kapasitetur eftir til at brenna nógv afturat. Bæði IRF og Brennistøðin á Hjalla arbeiða við at skilja og endurnýta alsamt meira buturkast. Millum annað er IRF farin undir at gera nýggja skiljistøð. Men neyðugt er eisini at byggja eina nýggja brennistøð, og helst skal farið vera undir hetta arbeiðið fyrr enn væntað, heldur stjórin í IRF. Meðan stjórin hjá IRF heldur, at tað er átrokandi at byrja at fyrireika nýggja brennistøð, metir stjórin á Brennistøðini á Hjalla, at brennistøðin klárar at nøkta tørvin eitt sindur longur við at skilja betur. IRF og Brennistøðin á Hjalla hava havt fleiri fundir um eina felags brennistøð. Eftir ætlan verða fundirnir tiknir upp fyrst í september fyri at greina nærri, hvussu stovnarnir kunnu leggjast saman, og hvar og hvussu ein nýggj brennistøð kann byggjast. Felagið vísir á, at í lógini stendur, at áðrenn fiskiloyvi verður latið, skal tann, sum søkir um fiskiloyvi, vátta, at skipari og manning á fiskifari í tí ávísa fiskiskapinum verða lønt samsvarandi sáttmálum við føroysk manningarfeløg. Kári Sólstein, starvsfólkaumboð í stýrinum, tók við sum virkandi stjóri í kringvarpinum, tá Johnny í Grótinum fór úr starvinum tann 15. juni. Men nú søkir Kringvarpið eftir nýggjum stjóra. Starvið, ið er áramálssett í fimm ár, er lønt samsvarandi 38. lønarflokki í avtalu millum Tænastumannafelag Landsins og Fíggjarmálaráðið, tó uttan at verða tænastumannastarv. Til almennu krúnprinsavitjanina í dag skuldi Fríðrikur prinsur millum annað handa vinnara heiðurslønina til Creative Business Cup. Sjóvinnuhúsið var karmur um handanina. Creative Business Cup er ein altjóða íverksetarakapping har kappast verður um heiðurin at verða heimsins besti íverkseti innan kreativar vinnur. Endamálið við kappingini er, at varpa ljós á og stuðla íverksetarum og fyritøkum í kreativu vinnuni, umframt at verða bindilið millum íverksetarar, íleggjarar og altjóða marknaðin. Í ár taka fleiri enn 70 lond lut í kappingini í Keypmannahavn. Næmingarnir í Kongagøtu og Finsen taldust millum teirra, sum fagnaðu krúnprinsaparinum í morgun, tá almenna vitjan teirra byrjaði. Kristian Samuel í 3.D hevði gjørt sær stóran ómak at pakka eina gávu inn til krúnprinsin. Hann hevði brúkt av sínum egnum lummapengum til gávuna, og hann hevur eisini skrivað krúnprinsinum eitt bræv. Til alla lukku eydnaðist honum at handa gávuna, og tað var ein fegin krúnprinsur, sum tók ímóti. Tá ið lærarin forvitin spurdi, hvat var í pakkanum, svaraði Kristian Jú, eg havi keypt honum fýra pakkar av Mr. Lee, tí tað er ikki at fáa í Danmark . Seinasta uppboðssølan av fiskatilfeingi í ár er nú avgreidd, og á botnlinjuni stendur, at uppboðssølurnar í ár hava givið tí almenna tilsamans 143.387.010 milliónir krónur. Uppboðssølan, sum var í dag, var afturlatin, og 1, 3 og 8 ára rættindi at veiða sild í føroyskum, íslendskum og NEAF C øki vórðu seld. 1 ára rættindini fóru fyri hálvatriðju krónu kilo, 3 ára rættindini fyri 2 krónur og 75 oyru og 8 ára rættindini fóru fyri 2 krónur og 95 oyru. Næraberg og Varðin keyptu fyri tilsamans 19,6 milliónir krónur av sildarættindum í dag, og tilsamans eru altso rættindi seld fyri góðar 143 milliónir krónur í ár. Poul Michelsen, landsstýrismaður, og Tatiana Valovaya, EABS nevndarlimur og ráðharri fyri búskaparsamstarvi, skriva undir formliga semjuskjalið, sum skal vera karmur um neyvari búskaparligt samstarv og øktan samhandil millum Føroyar og limalondini í EABS. Hetta er úrslitið av, at vit miðvíst hava arbeitt fyri at fáa handilsviðurskiftini við limalondini í EABS í eina fastari legu enn í dag serliga við Russland. Okkara næsta mál tí viðvíkjandi er ein fríhandilssáttmáli, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður. Seinnapartin er tiltak í Vinnuhúsinum, har høvi verður hjá áhugaðum fyritøkum at fáa kunning um møguleikarnar fyri samstarvi við EABS. Skipara og Navigatørfelagið hevur kært Vørn til Fiskimálaráðiðm tí felagið vil vera við, at Vørn hevur skrivað úr loyvi til skip, uttan at lønarsáttmáli er við manningarfeløgini. Malcolm Turnbull hevur verið formaður í liberala flokkinum síðani 2015, men vánaligar veljarakanningar hava ført til uppreistur í baklandinum, nú val stendur fyri durum, og Scott Morrison vann eitt inannhýsis val móti fyrrverandi innlendisráðharranum Peter Dutton, skrivar BBC . Turnbull sjálvur var ikki millum valevnini í loyniliga valinum, sum ein meirluti av parlamentslimunum í flokkinum kravdu, eftir at nógv rumbul í seinastuni hevur gjørt stjórnina óarbeiðsføra. Seinastu 10 árini eru tríggir forsetisráðharrar í Avstralia koppaðir í innanhýsis stríði, og eingin forsetisráðharri hevur klárað at sitið tey 3 4 árini, sum eitt vanligt valskeið er, seinastu nógvu árini, skrivar BBC. Í Klaksvík skal krúnprinsafamiljan millum annað vitja Biskupstorgið, og síggja ætlanirnar um nýggja miðbýin í Klaksvík. Harumframt verður Edward Fuglø hjástaddur við einari framsýning. Klokkan 12 fara kongaligu gestirnir við tyrlu úr Klaksvík út á Kirkju har Amalia í Frammistovu, borgarstjóri, tekur ímóti,og úr Kirkju verður koyrt til Hattarvíkar. Klokkan knapt hálvgum fýra verður farið við tyrlu úr Hattarvík til Mikladals har Jógvan Skorheim, borgarstjóri, aftur tekur ímóti saman við konu sínari. Eftir móttøkuna verður vitjað í húsunum, haðan kópakonan er. Søgnin um kópakonuna verður søgd, og síðani fer fylgið oman til standmyndina av Kópakonuni. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Erik Jensen, fegnast, tí góði fiskiskapurin styrkir støðu Grønlands í strandalandasamráðingunum í heyst. Frettablaðið skrivar, at ráðharrin hevur gjørt uppskot, sum loyvir tí almenna at rinda fólki, sum søkja friðskjól, upp í umleið 8.200 krónur, um tey taka umsóknina aftur. Ungmannafelagið hjá íslendsku sosialdemokratunum fílist hvassliga á ætlanirnar hjá løgmálaráðharranum. Felagið hevur kunngjørt, at tey bjóða ráðharranum somu upphædd, um hon játtar at leggja frá sær. Ein ráðharri eigur ikki at gera sær dælt av viðkvomu støðuni hjá fólki og bjóða teimum pengar fyri at selja síni mannarættindi, skrivar ungmannafelagið sambært Frettablaðnum. Fótbóltsvøllurin, sum nú skal gerast í Klaksvík, verður líka stórur sum ein vanligur fótbóltsvøllur, sum tann, sum longu er í Klaksvík. Í fíggjarætlanini fyri 2018 hevur býráðið í Klaksvík sett av 12 milliónir krónur til íløgur í ítróttarannlegg, og settar eru eisini av 12 milliónir í 2019. Í Bretlandi hevur ráðharrin í Brexitmálum, Dominic Raab, lagt fram stevnumið fyri borgarar og vinnuligar fyritøkur, í fall at Bretland ikki fær eina avtalu við ES í samband við, at landið fer úr Evropa samveldinum í mars næsta ár. Eitt nú kunnu bretar vænta eykagjøld í sambandi við, at tey brúka gjaldskort í ES londum, og fyritøkur kunnu vænta, at nógv eyka arbeiði stendst av landamørkum, tá felagsskapurin er burtur. Ein stórur partur av frágreiðingini eru tekniskar vegleiðingar til vinnuna um, hvat verður galdandi, um eingin avtala verður við ES. Eitt nú 24 síður um, hvussu tað rakar ídnaðir innan heiligvág, fíggjarheimin og landbúnaðin. Tær mugu fyrireika seg til hægri toll og íløgur í nýggja software og logistisk forrit. Harafturat fara bretar, sum búgva í øðrum ES londum at missa atgongd til bretskar bankar og tænastur í samband við pensiónsskipanir. Landbúnaðurin kann fáa trupulleikar við at útflyta til ES lond, og heilivágsfyritøkur hava fingið boð um at goyma heiligvág til seks vikur í fall, at trupulleikar vera við innflytan. Tað er mest sannlíkt, at vit fáa eina avtalu. Men vit mugu vita, hvussu borgarar, fyritøkur og tað almenna skulu bera seg at, um tað hendir, at vit ikki fáa eina avtalu, sigur Raab, sambært bretskum miðlum. Scott Morrison sigur, at hann fer at tryggja, at konservativu og liberalu virðini flokkinum fara at síggjast aftur í nýggja hópinum. Vit mugu arbeiða sum eitt toymi og hyggja upp á, hvussu hendan vikan hevur ávirkað flokkin. Vit fara at gera tær broytingar, sum eru neyðugar, men tá tað er neyðugt, halda vit fram eftir sama leisti, sigur nýggi forsetisráðharrin. Fyrrverandi avstralski forsetisráðharrin Malcolm Turnbull varð í dag koppaður eftir innanhýsisstríð, og Scott Morrison hevur tikið yvir. Malcolm Turnbull hevur verið formaður í liberala flokkinum síðani 2015, men vánaligar veljarakanningar hava ført til uppreistur í baklandinum, nú val stendur fyri durðum, og Scott Morrison vann eitt inannhýsis val móti fyrrverandi innlendisráðharranum Peter Dutton, skrivar BBC. Turnbull sjálvur var ikki millum valevnini í loyniliga valinum, sum ein meirluti av parlamentslimunum í flokkinum kravdu, eftir at nógv rumbul í seinastuni hevur gjørt stjórnina óarbeiðsføra. Seinastu 10 árini eru tríggir forsetisráðharrar í Avstralia koppaðir í innanhýsis stríði, og eingin forsetisráðharri hevur klárað at sitið tey 3 4 árini, sum eitt vanligt valskeið er, seinastu nógvu árini, skrivar BBC. Kvf fylgir krúnprinsafamiljuni fyrsta dagin á vitjanini í Føroyum. Eisini senda vit beinleiðis frá galladøgurðanum í Norðurlandahúsinum, har Aksel V. Johannesen, løgmaður og Fríðrikur, krúnprinsur, halda røðu. Hetta var ein av spurningunum, sum Summarmorgun spurdi Heina Zachariassen, tá hann kom á gátt. Prátið snúið seg eisini um ferðina til Amerika og um Raw Startup, sum er ein háttur hjá Heina at tosa um tað hann elskar at gera íverksetan. Raw Startup er ein YouTube rás við smáum filmum, har Heini gevur íverksetum praktisk og ítøkilig ráð, út frá hansara royndum. Matstovur eiga at hava ein frámerki, sum sigur, um starvsfólkið arbeiðir undir skipaðum viðurskiftum. Tað sigur Vígdis Johannesen, forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag við Dimmalætting í dag. Hetta er ein skipan, sum vit kenna niðri frá, og sum hevur verið uppi at venda her heima fyrr, og nú vil forkvinnan í Havnar Arbeiðskvinnufelagið aftur hava hesa skipan a skrá. Við ferðavinnuni er talið av matstovum og skeinkistøðum støðugt vaksandi, og nógv ung, sum arbeiða í hesi vinnu, eru ikki limir í nøkrum fakfelag. Dimmalætting tosar í dag við Vígdis Johannesen forkvinnu í Havnar Arbeiðskvinnufelag og Pætur Niclasen, formann í S og K felagnum. Ein afturvendandi trupulleiki á støðum uttan sáttmála er til dømis frítíðarlønin. Tey ungu fáa til dømis eina upphædd og boð um, at hetta er við øllum. Men tey skulu hava feriupengar 12 , sum skulu í frítíðargrunnin at rinda út seinni, sigur Pætur Niclasen, formaður í S og K felagnum. Tað kemur eisini meira enn so fyri, at tey ungu ikki fáa løn fyrstu vikuna, tí tað skal eitast at vera upplæring. Men tað gongur ikki, tey skulu hava løn beinanvegin, men hetta er typiskt nakað, tey ikki vita nakað um, sigur Pætur Niclasen. Ung fólk skulu ikki vera bangin fyri at melda seg inn í eitt fakfelag, tí mínar royndir eru, at viðurskfitini laga seg. Men tað koma javnan ungfólk til okkum, sum ikki eru limir og klaga um ymisk virðuskifti, so sum manglandi eftirløn. Vit venda okkum tá til arbeiðgsgevaran, og tá plagar alt at laga seg, sigur Vígdis Johannesen við Dimmaælætting. Tey stóru støðini hava sum oftast síni viðurskfiti í lagi, sigur Pætur Niclasen. Trupulleikin er oftast á smáum matstovum og skeinkistøðum sambært honum. Kringvarpið hevur fylgt krúnprinsafamiljuni fyrsta dagin á vitjanini í Føroyum. Tá Dannebrog kom á Havnina var móttøka á Bursatanga , síðani varð vitjað runt í Havnini, millum annað á Finsen , í skúlanum á Argjahamri, og á Glasi og í Sjóvinnuhúsinum . Eisini sendu vit beinleiðis frá galladøgurðanum í Norðurlandahúsinum, har Aksel V. Johannesen, løgmaður og Fríðrikur, krúnprinsur, hildu røðu. Ein hending áðrenn eina jarðarferð í Vesturkirkjuni í vikuni hevur fingið Høgna Rasmussen til knappaborðið. Hann skrivaði soleiðis á sín facebook vanga Alt gott um ferðavinnu Men nú haldi eg, at tíðin er komin til at krevja, at ferðafólkini duga føroyskan fólkaskikk Man kundi tildømis givið øllum ferðafólkum eitt multiply choice spurnarskema um fólkaskikk í flogfarinum ella umborð á ferguni. Og givið teimum eitt skjal at undirskriva á gistingarhúsum Hesi ferðafólkini á myndini komu inn í Vesturkirkjuna beint áðrenn jarðarferð. Vit stóðu við kistuna. Tey gingu runt og tóku myndir eisini av okkum við kistuna. Tí tók eg eisini hesa myndina av teimum. Hyggur tú at teimum, síggja tey púra vanlig út. Har er einki, sum bendir á, at tey ikki duga fólkaskikk. Eg fór yvir til teirra og spurdi tey á enskum, um tey kendu familjuna. Tað gjørdu tey ikki. Eg bað tey síðani pent um at fara, tí hetta var privat. Eg havi eisini fingið slongt eitt kamera upp í mítt andlit, tá eg eri komin gangandi í Havn. Eg eri einki fotomodell, so eg gangi út frá at ferðafólkið bara vildi hava onkran á myndina. Eg havi djúpastu samkenslu við teimum í Saksun og øðrum útsettum støðum, har tey ongar pengar tjena uppá ferðavinnu. Tað er týdningarmikið at ferðafólk fáa at vita, at Føroyar eru ikki Disneyland Hetta er ein sak fyri okkara politikarar Tíðin er komin at seta mørk Í gjár kom krúnprinsahúskið á almenna vitjan í Føroyum. Føroya fólk hevur fylgt væl við krúnprinsahúskinum, meðan ferðast hevur verið runt í Havnini. Bæði føroyskir, danskir og altjóða miðlar hava víst myndarøðir og videobrot frá vitjanini. Serliga vóru tað tey føroysku klæðini, sum alt húskið hevði latið seg í, sum fekk føroyingar til knapparnar. Summi øtaðust yvir, at tey gingu í føroyskum klæðum runt í Havnini. Summi hildu, at klæðini sótu illa á húskinum, meðan onnur hildu, at tey vístu Føroyum stóra virðing í føroysku klæðunum. Summarmorgun spurdi lurtararnar í morgun, hvat hesi hildu, og um tað var gott ella keðiligt, at krúnprinsahúskið var í føroyskum klæðum. Hoyr brot úr Summarmorgni omanfyri. Meðan summi hildu, at tað ikki hoyrdi heima at vera í føroyskum klæðum, meðan tað varð gingið runt í Havnini, vóru tað onnur, sum søgdu seg ikki skilja, hví hetta yvirhøvur var ein trupulleiki. Ein lurtari skrivaði Man kann diskutera, um tey hoyra heima í klæðunum ella ikki, men er tað ikki siður at fara í tjóðarklæðini, tá tey ferðast innanríkis Eitt nú eisini í Grønlandi Dugi ikki at síggja nakað galið við tí. Mín danska svigerinda lænti føroysk klæði at fara í, tá hon var heima á ólavsøku, er tað so heldur ikki í lagi Er trupulleikin, at onkur heldur, at klæðini bert hoyra til føroyingin, ella hvat er problemið Ótrúliga flott, at tey virða okkum so nógv, at tey fara í føroysku klæðini. Tey eru jú ein gáva frá okkum. Krúnprinsaparið og børnini eru góðar fyrimyndir, ið standa fyri nøkrum virðum, sum børn og ung ikki síggja hjá øðrum, sum tey síggja upp til til dømis fótbóltsstjørnur og sangarar. Onkur annar vildi vera við, at vit føroyingar vóru alt ov forskammaðir, at yvirhøvur hava slíkt kjak, tí vit skulu bara fegnast um, at tey loksins eru komin á vitjan her í Føroyum Hvat er galið við KVF og okkum føroyingum. Vit grenja um, at kongafamiljan hevur betur hug til at fara til Grønlands enn til Føroyar. Tey eru títtari í Grønlandi enn í Føroyum. Tað er so synd í okkum. Men grønlendingar taka móti teimun við opnum ørmun. Tá tey endiliga koma til Føroyar, eru vit so óforskammaði, hvussu skulu tey tíma okkum. Vit geva teimum búnar, og spilla tey út, tá tey fara í teir. Síggja allir føroyingar væl út í føroyska búnanum. Nei. Hava øll tjúkk, kløn, pen, minni pen rætt til at brúka búnan. Ja. Sita allir búnar hjá okkum væl. Nei, als ikki, heldur ikki hjá landsins ovastu fólkum. Vit eru full av undirlutakenslum, gera okkum tankar um hvørjar tankar kongafamiljan hevur um okkum og so framvegin. Vit halda okkum vita, at eitt nú búnin einki hava at tíða fyri teimun. Vit mugu taka okkum saman. Vit hava gjøgnum øldir reypa okkum av at vera gestablíð í Føroyum, men tað gestablídni er ringt at fáa eyga á millum føroyingar og í sendingunum í KVF í hesum døgum. Eg haldi, at øll skuldu tikið tykkum saman, og verið blíð móti okkara gestum. Fleiri vóru tey, sum løgdu merki til, at troyggjan hjá Fríðriki krúnprinsi var ov stór. Til galladøgurðan um kvøldið hevði krúnprinsurin skift troyggju, sum hann sambært Portalinum hevði lánt frá Mirjam Carlsen, ið ger føroysk klæði. Troyggjan hjá Fríðriki, krúnprinsi, varð viðmerkt sera nógv á sosialu miðlunum. Ein lurtari helt, at tað slíkt var óneyðugt, tí neyvan høvdu vit sjálvi dámt at fingið eins viðferð og krúnprinsurin fekk Eg hevði ikki følt meg væl at blivið so kritiserað í føroyskum klæðum. Hvør hevur vegleitt og latið hann tey í Tað er har, kritikkurin skal raka. Fleiri eru meiningarnar viðvíkjandi krúnprinshúskinum og føroysku klæðunum. Kjakast verður eisini á Facebook vanga okkara, sum tú finnur her . Frítíð og náttúra vitjar Stórá í Trongisvági saman við Turið Vestergaard í Dali. Eisini vitja vit Trølshøvda á Eiði við Jógvan Mørkøre. Í gjár mælti landslæknin í Grønlandi, Henrik Hansen, øllum til at kanna, um tey eru koppsett fyri meslingar, fara tey út um ríkisfelagsskapin. Fyri kortum boðaði alheims heilsustovnurin hjá ST frá, at 41.000 europearar fingu meslingar fyrstu seks mánaðirnar av hesum árinum. WHO sigur, at 37 eru deyð av sjúkuni higartil í ár. Undirvísingarstýrið skal taka sær av øllum viðurskiftum sum hava við undirvísing at gera, tað vil siga allar skúlar og stovnar sum hava við undirvísing at gera. Fróðskaparsetrið verður kortini ikki partur av Undirvísingarstýrinum, men verður framvegis undir sjálvum Mentamálaráðnum. Ta fyrstu tíðina verður Undirvísingarstýrið í Mentamálaráðnum, helst til ársskiftið, men ætlanin er, at Mentamálaráðið skal flyta í onnur hølir, og at Undirvísingarstýrið og teir stovnar sum hoyra til undirvísingina, skulu húsast í bygninginum við Hoyvíksvegin, har sum Mentamálaráðið nú er. Poul Gert Hansen, aðalstjóri sigur, at ætlanir hava leingi verið um at broyta bygnaðin, so virksemið í tí sum hevur við undirvísing at gera, verður rikið fyri seg, meðan polittiski parturin framvegis verður í sjálvum Mentamálaráðnum. Starvsfólkahópurin í Mentamálaráðnum er býttur sundur, so tey sum hava við undirvísing at gera, fara at starvast í Undirvísingarstýrinum, meðan tey sum hava við tann polittiska partin at gera, fara at starvast í Mentamálaráðnum. Mentamálaráðið leitar eftir hóskandi hølum til sjálvt ráðið, men hvar Mentamálaráðið fer at halda til í framtíðini, er ikki støða tikin til enn, sigur Poul Gert Hansen. Fiskimálaráðið, sum er samskipari í tilbúgvingarmálum í Føroyum, bað tí týsdagin Tvøroyrar kommunu og skipasmiðjuna Mest koma á fund um rokningina frá Mest fyri at lata bátin Samson vera við, tá eldurin í Varðanum Pelagic í fjør summar varð sløktur. Tvøroyrar kommuna vil ikki gjalda, tí kommunan heldur uppá, at eldurin var so stórur, at hann fer upp á triðja stig í tilbúgvingini. Tá so er, eigur landið at taka við, sigur kommunan. Tað heldur landið ikki. Og Fiskimálaráðið vil tí heldur ikki gjalda rokningina frá Mest, millum annað tí, at landið bað ikki um, at Samson fór á Tvøroyri at sløkkja. Lena L. Mohr, stjóri í lýsingarfyritøkuni Sansum, var gestur í Degi og Viku í kvøld, har hon segði sína hugsan um, hvønn týdning vitjanin hjá krúnprinsahúskinum hevur fyri føroyska vinnu og ferðavinnu. KT deildin hjá kommununi og íverksetarahúsið Hugskotið skipa í samstarvi við Fróðskaparsetur Føroya fyri einum tiltaki, sum skal lyfta kommununa inn í framtíðina, sum tikið verður til. Endamálið er at arbeiða við nýhugsandi tøkniligum loysnum til tænastur, sum kommunan veitir, eitt nú vælferð, útbúgving, mentan, frítíð, ferðslu og býarskipan, undir leiðslu av royndum mentorum. Í samrøðu við DR, sigur Mary krúnprinsessa, at tað hevur týdning, at børnini skilja hvussu stórur og umfatandi ríkisfelagsskapurin er. Tey eru sera forvitin og møta fólki við opinleika. Tað er stuttligt hjá okkum sum foreldur at síggja. Tey fáa stórar upplivingar heim við og koma tættari at Føroyum, sigur hon. Serliga fyri 12 ára gamla prins Christian, sum er næstur í arvafylgjuni eftir pápa sín, er ferðin ein liður í fyrireikingunum til komandi tíðir. Lat okkum kalla tað lívsins skúla. Tað er avgjørt eisini ein góður háttur at læra. Her er nógv at læra um eitt øðrvísi veðurlag, eina aðra mentan, sigur Fríðrikur krúnprinsur. Franco er grivin í eini risastórari minnishøll í Valle de los Caides, dalinum hjá teimum falnu, sum liggur 50 kilometrar í ein útnyrðing úr spanska høvuðsstaðnum Madrid. Sosialistiska stjórnin í Spania hevur samtykt, at líkið av Franco skal flytast, og at Dalur teirra Falnu í staðin skal verða eitt minisstað fyri ofrunum fyri fastistiska stýrinum hjá Franco. Sent verður í sjónvarpinum frá finalunum hjá teimum yngru, og klokkan 13 byrjar sendingin Niðurteljing til steypafinalurnar í útvarpinum. Granskingin vísir, at fyribyrgjandi arbeiðið riggar, og tí skulu vit halda fram við teimum verkætlanum, sum vit longu nú arbeiða við, sigur Fólkaheilsuráðið. Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum, vísir á, at tað hevur týdning, at fyribyrgjandi arbeiðið byrjar tíðliga og á fleiri mótum í senn. John McCain stillaði upp til forsetavalið í 2000 og í 2008, tá Barack Obama vann. John McCain var valdur í Senatið fyri Arizona seks ferðir. Frammanundan var John McCain flogskipari í amerikanska flogvápninum og krígshetja. Hann var skotin niður undir krígnum í Vietnam, har hann sat fangi í meira enn fimm ár. Hann varð píndur, og ringa viðferðin í norðurvietnamesiska fongslinum merkti hann restina av lívinum. Klokkan 10.30 fara kongaligu gestirnir til guðstænastu í Sandavágs kirkju, og beint eftir guðstænastuna verður farið til Bíggjar, har borðreitt verður í gamla pakkhúsinum í Bø. Á vitjanini í Føroyum hava Mary, Fríðrikur og børnini vitjað í Havn, Klaksvík, Kirkju, Hattarvík, Mikladali, Runavík, Hvalvík, Haldarsvík, Tjørnuvík, Sandavági og í Bø. Frans pávi vitjar í Írlandi, og hevur sagt seg skammast av, at katólska kirkjan har ikki hevur verið før fyri at gera upp við teir prestar, sum hava framt ótespilig siðabrotsverk. Undan vitjanini er írski forsætisráðharrin, Leo Varadkar, komin við eini staðiligari áheitan á pávan um at taka tey stig, ið neyðugt eru fyri at sleppa katólsku kirkjuni av við teir prestar, sum hava gjørt seg inn á børn og sum dylja tað. Frans Pávi er komin til Írlands á katólska heimsfundin fyri familjur, sum verður hildin triðja hvørt ár. Seinnapartin eru hálv millión fólk væntanadi til seinastu messu pávans í Dublin. Vit senda beinleiðis frá guðstænastu í Sandavágs kirkju, í sambandi við krúnprinsavitjan við familju. Guðstænastan verður endursend klokkan 15.30 Vandi er fyri lívinum í heimshøvunum, um korallirnar og koralrivini doyggja, sigur viðurkendi avstralski havlívfrøðingurin John Veron í samrøðu við amerikanska sjónvarpið CNN. Korallir eru eisini í øðrum høvum, og granskarin sigur, at tá millum fjórðingurin og triðingurin av øllum livandi eitt tíðarskeið heldur til millum korallir, er vandi fyri, at millum fjórðingurin og triðingurin av fiski og øðrum djóralívi í havinum fer at hvørva. Heilar vistskipanir standa fyri falli, og tað verður ein umhvørvisvanlukka, sigur John Vernon. Hann hevur granskað korallir og koralriv í fleiri áratíggju og hevur skrásett vistskipanirnar í Great Barrier Reef. John Vernon er 73 ára gamal, og byrjaði granskingararbeiði sítt í sjeytiárunum. Tá ivaðist hann í, um mannaættin var før fyri at ávirka umhvørvið, men nítiárini sannføru hann um, at koralrivini doyðu av mannaávum. Tað hendir, tí luftdálking ger høvini súrari og heitari. Korallirnar doyggja av koltvísúrni, og steðga vit ikki hesum skaðiliga útláti, fer tað at halda fram, so einfalt er tað, sigur John Veron við CNN. Í Avstralia hevur stjórnin sett eina ætlan í verk, sum hevur til endamáls at bjarga tí av stóra rivinum, ið bjargast kann. Men granskarar hava funnist at ætlanini, tí hon ikki viðurkennir, at veðurlags og umhvørvisbroytingar eru stóra hóttanin ímóti rivinum. Universitetið í Queensland í Avstralia legði fyrr í ár eina kanning fram, sum vísir, at bert 13 prosent av heimshøvunum eru eftir, sum kunnu metast at vera óspilt náttúra. Tað vil siga, at hvørki fiskiskapur ella skipaferðsla órógvar lívið í sjónum. James Watson, professari á Oueensland universitetinum segði, tá kanningin varð løgd fram, at stórur tørvur er á at seta tiltøk í verk, sum verja havumhvørið. Tað hendi í Havn stutt eftir klokkan seks í morgun. Maðurin, ið varð stungin, er í fimtiárunum, og hann er innlagdur, sigur løgreglan. Peru roynir nú at avmarka talið av flóttafólki úr Venesuela. Tað verður gjørt við at nokta teimum at koma um markið, sum einans hava samleikakort uppi á sær. Tó eru børn, kvinnur og eldri fólk undantikin. Annars er kravið fyri at sleppa inn í Peru, at passið skal vera í lagi. Fólk í túsundatali flýggja úr Venesuela hvørja viku, tí búskapurin har er farin um koll. Trot er á mati, heilivági og øðrum neyðsynjarvørum. Seinastu fýra árini eru meira enn tvær milliónir fólk farin úr Venesuela. Grannalondini stríðast við at hýsa øllum, og í ST verður arbeitt við at skipa eina serliga suðuramerikanska eind, ið skal taka sær av at samskipa neyðugu tiltøkini. Flóttafólkastovnurin hjá ST sigur, at støðan kann gerast eins og hon var í Miðalhavinum, tá støðan har var uppá tað ringasta. Steypafinalan hjá kvinnum millum EB Streym Skála og HB var ein javnur og spennandi dystur, hóast HB spældi við 11 móti 10. Silja Johannesen fekk reytt kort, tí hon bjargaði við hondini, tá góður hálvur tími var farin av dystinum. Hóast HB trýsti nógv, var tað Margunn Lindholm, sum avgjørdi dystin við eini perlu av einum frísparki, tá um 70 minuttir vóru spældir. Men treytin er, at Magn góðtekur, at Kappingareftirlitið skal góðkenna átøk, har felagið bindir ella buntar vørur hjá Magn við vørur hjá Demich og í teimum førum, har sáttmálar binda viðskiftafólk longri enn eitt ár. Kappingarráðið vildi ikki góðtaka umsóknina í fyrsta umfari. Men tá Magn játtaði at geva seg undir treytina, sum so kom í góðkenningina, var leyst og liðugt. Í viðgerðini og í raðfestingini er serligur dentur lagdur á menningar virðið og møguligt nýskapanarvirðið í royndunum umframt virðisøking av veiðuni. Eisini fara norðuratlantisku fiskimálaráðharrarnir at fundast sínamillum, har strandarlandasamráðingar og áleikandi mál um fiskirættindi verða viðgjørd. Hvussu var flaggdagsskrúðgongan í Havn í 1950, hvussu sá út á ólavsøku í 1953, og hvussu var grind hildin til við Kongabrúnna sama árið Javnaðarflokkurin á Tvøroyri, sum hevur meirluta í býráðnum, vil hava eyka býráðsfund á Tvøroyri fyri at viðgera støðuna við eldraøkinum. Í skrivi sigur Javnaðarflokkurin, at Búð og Heimatænastan í Suðuroy er fíggjarliga sperd og fær ikki útreiðslurnar og endurgjaldið frá landinum til at hanga saman. Tað er heldur ongin loynað, at tilboðini, sum Búð og Heimatænstan í Suðuroynni bjóða heimabúgvandi eldru borgarar í syðru helvt, samanborið við norðaru helvt, ikki eru tey somu, sigur Javnaðarflokkurin. Javnaðarflokkurin heldur, at ein loysn er at brúka eldrasambýlið við Sílá, sum er gjørt av nýggjum, eftir at tað fór í ódnini í 2011. Í skrivinum frá Javnaðarflokkin á Tvøroyri stendur, at í 2016 varð bygningurin liðugt umvældur og Búð og Heimatænastan í Suðuroy gjørdi avtalu við eigararnar av bygninginum um yvirtøku. Hoyr alla sendingina her. Við í sendingini eru, Petur Hans Dahl, Símun Gulakksen, Jógvan Magnussen, Jenis av Rana, Janus Rasmussen, Anne Mette G. Klemensen, Heri Simonsen og Inga Simonsen. ST sigur í nýggjari frágreiðing, at hernaðarleiðarar í Myanmar eiga at verða kannaðir fyri fólkadráp og brotsverk móti mannaættini. Tað skrivar BBC. Fágreiðingin, sum er grundað á fleiri hundrað samrøður, er hvassasta fordømingin frá ST higartil um brotsverk móti Rohingya fólkinum higartil. ST sigur, at herurin stútt og støðugt hevur brúkt alt ov ógvuslig átøk móti teimum, og seks leiðandi hernaðarfólk verða nevnd við navni. Hesi seks eiga at verða drigin fyri rættin, sigur ST. Frágreiðingin finst eisini hvassliga at politiska leiðaranum í Myanmar, Aung San Suu Kyi, fyri ikki at hava lagt upp í og steðgað harðskapinum. ST frágreiðingin krevur, at málið um fólkadráp og brotsverk móti mannaættini í Myanmar verður lagt fyri Atljóða Brotsmannadómstólin. Lars Olsen, landsliðsvenjari, kunngjørdi í dag teir 23 spælararnar, sum skulu spæla UEFA Nations League dystir móti Malta og Kosovo. Hópurin Gunnar Nielsen FH Teitur Matras Gestsson HB Kristian Joensen KÍ Atli Gregersen Víkingur Odmar Færø B36 Viljormur Davidsen Vejle Jógvan Rói Davidsen HB Sonni Ragnar Nattestad Molde Alex Mellemgaard B36 Heini Vatnsdal Fremad Amager Gunnar Vatnhamar Víkingur Magnus Egilsson HB Kaj Leo í Bartalsstovu ÍBV Gilli Rólantsson Sørensen SK Brann Rene Shaki Joensen Grindavík Tróndur Jensen HB Hallur Hansson AC Horsens Brandur Hendriksson Olsen FH Rógvi Baldvinsson Bryne BK Finnur Justinussen Fremad Amager Jóan Símun Edmundsson Arminia Bielefeld Klæmint Andrasson Olsen NSÍ Sølvi Vatnhamar Víkingur Skráin 07.09.2018 Malta Føroyar 10.09.2018 Kosovo Føroyar 11.10.2018 Føroyar Aserbadjan 14.10.2018 Føroyar Kosovo 17.11.2018 Aserbadjan Føroyar 20.11.2018 Malta Føroyar Tað verður í fyrsta lagi um eina viku, at greitt verður, hvat Fóltbóltssambandið ger við rokið, sum var á vøllinum, tá B36 og HB spældu steypafinaluna hjá monnum leygarkvøldið. Umframt, at tveir B36 leikarar fingu reytt kort, var hálvgum bardagi á vøllinum tvær ferðir seint í dystinum. Í teimum vórðu eisini menn, sum ikki spældu. Róin Schrøtir, varaforseti í Fótbóltssambandinum, og formaður í Kappingarnevndini hjá FSF, væntar ikki, at Kappingarnevndin kemur upp í málið alt fyri eitt. Í hesu sending fara vit at hyggja at bókini Føroysk Hús, sum H C W Tórgarð gav í 1932 og nakrar tankar, um sama evnið, ið hann skrivaði í Varðanum í 1923. Jóan Pauli skrivar í bók sínari, at tá tað kemur til føroyska byggi ella húsasøgu, so er tað um tey gomlu føroysku húsini, at mest er skrivað. Tey sethúsini, sum fólk fóru at smíða sær frá seinast í 19. øld, tey er lítið ella einki skrivað um. Lítil áhugi fyri húsasniðinum Danski fólkalívsfrøðingurin og søgumaðurin Holger Rasmussen brúkar ikki meira enn eina hálva blaðsíðu í parti sínum um føroyska húsabygging til hesi hús í stóra verkinum um Føroyar sum kom út í 1958. Tað, sum er komið eftir tað er eisini sera soltið, men annars eru hesi húsini bert nevnd so hissini. Byggisøguliga hevur tað sostatt ikki verið sýnt hesum húsum tann stóri áhugin. Ein av teimum, sum leingi varð mettur at vera ein tann kønasti í norðuratlantiskari húsabygging, Daniel Bruun, hevði ikki áhuga í hesum nýggja byggisiði, hvørki í Íslandi ella í Føroyum, tað var tað gamla, sum hevði áhuga hansara. Tað, sum hann skrivar um húsabygging í Íslandi í 1928, eyðkennir eisini hansara manglandi áhuga fyri nýggari føroyskum húsasmíði. Føroyskt húsasnið frá fyrst í 20indu øld. Húsini til vinstru hava trimpil, meðan húsini til høgru hava ongan trimpil. Trimpilin er meturin afturat, oman fyri daglig og spísstovuvindeyguni, aðrenn takið byrjar at skrána.Tað varð mett fínari at hava trimpil. Tað kann kortini ikki sigast um føroyska arkitektin H. C. W. Tórgarð. Hann var kritiskur móti tí byggihátti, sum kom frá seinast í 19. øld, men tað var ikki húsunum í sjálvum sær, at hann var ímóti, men bert tí, sum ikki var gagnligt eftir hansara hugsan í hesum húsum, og tí hátti, tey vórðu sett inn í tað føroyska jørðildið. Hann sá fyrst og fremst frameftir og ikki so nógv aftureftir, tó so, at hann mælti til at taka tað besta av tí gamla við inn í framtíðina í einum broyttum tillagaðum og hóskandi hami. Hann setti føroysk hús inn í eitt arkitektoniskt, fagurfrøðiligt funktionelt siðasøguligt høpi. Sjálvt um vit ikki eins og onnur fólk hava nøkur stórminni í arkitekturinum og eiga ongar hundrað ára gamlar harraborgir at vísa á men tó kann ikki tveitast heilt burt, at vit eiga bygging í Føroyum ella serliga hava átt , ið kundi verið góð leiðbeining hjá nútíðar byggimeistarum, tá teir gera nakað av nýggjum ella serliga, tá bøtt verður um tað gamla. Og henda gamla bygging átti at verið tann grundleggjandi í allari nýbygging sjálvsagt broytt eftir nútíðar brúki og nýtslu , skrivar H C W Tórgarð. Í hesu sending taka vit heilt stutt aftur í aftur bókina Føroysk Hús, sum HCW Tórgarð gav í 1932. Vit hyggja at lýsingunum í bókini og eisini fara vit at umrøða madrassuna. Hvussu fólk svóvu og nær madrassan kom til landið. Blóðtrýstheilivágur er nakað, sum er vanligur partur av gerandisdegnum hjá nógvum føroyingum, tí umleið fjórði hvør føroyingur hevur ov høgt blóðtrýst. Og er blóðtrýstið ov høgt, økist vandin fyri hjarta og æðrasjúkum. Og vandin fleirfaldast, um tú eisini roykir, hevur ov høgt kolesteroltal og diabetes. Líka síðani eg og konan broyttu kostvanar, hevur ikki verið neyðugt at taka heilivágin fyri ov høgt blóðtrýst, sigur Janus Rasmussen. Seinastu tvey árini hava tey hildið seg frá so at siga øllum matvørum við sukri og hveiti. Harafturat eta tey ikki mjólkaúrdráttir og drekka ikki kaffi og te. Í morgunsendingini greiddi hann frá lívsstílsbroytingini. Haraturat var Jenis av Rana í útvarpsstovuni og greidi frá samanhanginum millum ov høgt blóðtrýst og skeivar matvanar. Tørvurin á eldrasambýli á Tvøroyri er so stórur, at kommunan má keypa ella leiga bygningin, har sambýlið við Sílá helt til. Tað heldur Javnaðarflokkurin í Tvøroyrar býráði, sum hevur biðið um eyka býráðsfund. Sambýlið við Sílá fór í ódnini í 2011. Tvøroyrar kommuna seldi sambýlið eftir tað. Síðani hava tey, ið keyptu bygningin, bygt hann uppaftur, og hann er gjørdur, so at hann kann brúkast til sambýli. Bygningurin er nú lýstur til sølu. Bjarni Hammer, býráðslimur, sigur, at sambýlið við Sílá er við gleppa úr hondunum á býráðnum. Hann heldur, at norðara helvtin á Suðuroynni hevur tørv á eldrasambýli. Býráðið keypir ella leigar sambýlið, og síðani kann bygningurin leigast út til heimatænastuna, sum tekur sær av rakstrinum, sigur Bjarni Hammer. Raksturin vil koma frá heimatænastuni, men Tvøroyrar kommuna noyðist at keypa ella leiga sambýlið, tí Bú og Heimatænastan megnar tað ikki í løtuni, sigur Bjarni Hammer. Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2019 hevur landsstýrið sett 48 milliónir krónur av at kanna, um grundarlag er fyri at leita eftir olju í Diskovíkini. Nú er ætlanin at leita á landi, og tí hevur landsstýrismaðurin í vinnumálum, Aqqalu Jerimiassen, betri vónir, skrivar grønlendska kringvarpið. Aqqalu Jerimiassen væntar eisini, at størri áhugi verður at leita á landi. Størsti vøksturin, bæði í tali og prosentum, var íslendingar og sviar. 1.900 íslendingar hava gist í Føroyum fyrra hálvár vøksturin er 40 , og 1.400 sviar vøksturin er 31 . Familjan hjá 80 ára gamla manninum kærdi í mai mánað avgerðina hjá VEKS samstarvinum at flyta hann á eitt annað røktarheim. Veks er samstarv millum Vestmanna, Kvívík, Eiði og Sunda kommunu. Maðurin skal flytast av Eysturoyar Ellis og røktarheimi í Runavík til Ellis og røktarheimið á Mørkini, sum er í Streymnesi, sum Veks samstarvið varðar av. Tey avvarðandi eru ímóti flytingini, tí maðurin hevur demens, og Eysturoyar Ellis og røktarheim hevur verið hansara heim seinastu 13 árini. Men hóast kæruna frá familjuni, og hóast kæruviðgerðin ikki er liðug, hevur Veks boðað manninum frá, at hann skal flytast. Týsdagin í farnu viku fekk hann eitt bræv frá Veks um, at tey ætla at flyta hann á Mørkina. Í brævinum grundgevur Veks fyri, hví tey ætla at flyta hann. Tey vísa millum annað á, at búplássið í Runavík kostar góðar 699.000 krónur. Sunda Kommuna, haðani maðurin upprunaliga er ættaður, eigur ikki longur í Eysturoyar ellis og røktarheimi. Veks vil ikki longur gjalda fyri búplássið, tí tey meta seg kunna hýsa honum á Mørkini ístaðin. Og so eru aðrar grundgevingar eisini í brævinum. Tænastan er góð, og sama er umhvørvið. Marjun Joensen sigur, at 80 ára gamli maðurin er ikki førur fyri at skilja tað, sum Veks samstarvið skrivar, tí hann hevur demens. Eisini er ein Instagram konta strikað í eini roynd at steðga útbreiðsluni av hatri og miskunning , skrivar Reuters, sum endurgevur Facebook. Stigið hjá Facebook merkir, at herurin í Myanmar í roynd og veru missir sín týdningarmesta almenna kunningarmiðil. Tí fleiri milliónir fólk fylgja við, hvat verður lagt út á hesar síðurnar í Myanmar, har sosiali miðlarisin kann samanberast við internetið sjálvt. Stongsulin leggur upp aftur størri trýst á generalarnar, nú ein ST kanning hevur staðfest, at herurin í Myanmar hevur framt hópdráp og hópneyðtøkur av muslimum við tí endamáli at fremja fólkadráp . Í kanningini stendur, at ovasti hernaðarligi leiðarin og fimm generalar í Myanmar eiga at verða drignir fyri Atljóða Mannarættindadómstólin fyri at hava lagt ringastu brotsverkini, sum hugsast kunnu, tilrættis. Vit hava sett bann á Facebook fyri 20 persónum og feløgum í Myanmar, íroknað Min Aung Hlaing, herovasta, og fyri sjónvarpsrásini hjá herinum í Myanmar, stendur í eini fráboðan frá Facebook. Fyrr í hesum mánaðinum bar Reuters eina søgu um, at Facebook ikki hevði forðað fyri hatursálopum á Rohingya fólk og aðrar muslimar í Myanmar. Dagin eftir viðgekk Facebook, at fyritøkan hevði verið ov sein at gera nakað við málið. Felagið Tign finst hvassliga at avgerðini hjá Veks samstarvinum um at flyta 80 ára gamla mannin av røktarheiminum, har hann hevur búð seinastu árini. Vit hava sæð avgerðina, sum er grundað á fíggjarlig atlit. Avgerðin er eitt alt ov stórt inntriv, til at grunda avgerðina á fíggjarlig atlit. Tað er sera illa handfarið, sigur Betsy Ludvig. Tað ber ikki til at fara í holt við hetta, uttan at fremja hoyring, tí tá verða hvørki fyrisiting ella mannarættindi vird, leggur Betsy Ludvig afturat. Eg eri bangin fyri, at málið endar við, at hann fer at líða órætt, meðan vit øll standa og hyggja, tí vit ikki fáa gjørt nakað, sigur Betsy Ludvig. Síðani 2011 hevur Heilsufrøðiliga Starvsstovan skrásett 21 tilburðir, har alilaksur er sloppin ella at illgruni hevur verið um tað. Deyður fiskur úr Leyná er latin djóralækna. Hesin hevur staðfest, at talan er um alilaks og hevur tikið royndir av honum, sum nú verða kannaðar nærri. Sjónvarpið royndi eisini at fáa orðið á Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í umhvørvismálum, men tað hevur ikki eydnast okkum at fáa fatur í henni. Okkara starvnæmingar komandi vikurnar, Sólja Kallsberg og Brandur Teitsson, tóku ímóti, tá fyrstu bondini komu aftur í Kringvarpið. Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, sigur, at løgmaður bað um, at fundirnir nú í vikuni blivu fluttir, tí landsstýrið skal hava seminar. Tingið fer at viðgera uppskotið hjá landsstýrinum um varskógvaraskipan tann 10. september og uppskotið hjá andstøðuni um tunlar norður um Fjall í Borðoynni. Í gjár segði samgongutingmaðurin, Jónleif Johannesen, at hann vil hava, at samgongan semist um at framskunda hesar tunlarnar, og at hann vónar, at tann semjan kann gerast, áðrenn tingið kemur saman aftur. Tá høvdu fólk fingið kvinnuna av fjallinum oman í bygdina. Tyrlan fekk kvinnuna umborð og flutti hana á Landssjúkrahúsið, skrivar jn.fo. Tingingarnar byrjaðu fyri umleið einum ári síðani, tá Donald Trump hótti við at taka USA úr NAFTA, tí NAFTA, sambært honum, hevur skatt amerikansku framleiðsluvinnuna, serliga bilídnaðin. Meksikanski forsetin, Enrique Pena Nieto, skrivar á twitter, at hann hevur tosað við kanadiska forsætisráðharran, Justin Trudeau, og at hann vónar, at tey trý londini kunnu gera endaliga semju í hesari vikuni, skrivar BBC. Franski forsetin hevur áður sagt, at hann heldur Danmark vera fyrimynd á fleiri økjum, serliga er hann hugtikin av sonevndu flexicurity skipanini, har arbeiðsmarknaðurin er meira smidligur enn í Fraklandi. Men stóra verkætlanin hjá franska forsetanum er at endurnýggja evropeiska samstarvið, og har er ikki semja millum Frakland og Danmark. Eitt nú hevur franski forsetin talað fyri, at ES kann virka á tveimum sporum, har lond, sum vilja hava tættari evropeiskt samstarv, kunnu gera tað uttan at hava tey londini, sum eru ímóti, við. Tað hóvar ikki donsku stjórnini. Og so hevur danski fíggjarmálaráðharrin, Kristian Jensen, saman við sjey evropeiskum samstarvsfeløgum fílst á ætlanirnar hjá franska forsetanum um at nýskipa evru samstarvsøkið. Frakland og Danmark draga heldur ikki somu línu trygdarpolitiskt. Frakland vil hava, at ES ikki skal vera so bundið at USA og vil hava felags evropeiska fíggjarætlan til verju og trygd. Danmark valdi til dømis at halda seg uttan fyri saman við bara tveimum øðrum ES londum, Malta og Bretlandi, tá 25 ES lond í fjør gjørdu sonevndu Pesco avtaluna um tættari hernaðarligt samstarv. Heldur ikki er semja um flóttafólkapolitikkin. Frakland vil hava størri evropeiskt samstarv um at býta flóttafólk millum sín, men í Danmark er politiski hugurin sum heild størri fyri egnum landamarki. Rasmussen, forsætisráðharri, roynir at halda eina pro evropeiska kós, hóast tað summar tíðir er torført við almennu opiniónini, sum er í Danmark. Størri samstarv við Klippfisk hevur gjørt, at Kvøldskúlin nú kann bjóða skeið um at skriva til skíggja, um leikstjórn, at nýta ljós til film, at nýta videokamera, um klipping, um at gera heimildarfilm og so framvegis. Sjónleikaraskúlin hevur skeið til ymsar aldursbólkar, skeið um at skriva handrit til sjónleik og skeið um at sniðgeva pall og ljóð til sjónleik. Kvøldskúlin er farin undir nýggjan leist, har útlendsku næmingarnir verða býttir í tveir bólkar, so frálæran kann leggjast til rættis eftir tørvinum hjá næmingunum. Fleiri mugu eggjast til at fáa sær vinnuligt busskoyrikort, og so eigur eitt hámark at setast fyri, hvussu leingi bussførarar hava loyvi at koyra uttan at steðga. Hans Jákup Hermansen heldur, at fyri at bøta um støðuna og fáa fleiri bussførarar, er fyrst og fremst neyðugt at broyta útbúgvingina. Skalt tú taka vinnuligt busskoyrikort í Føroyum, skalt tú verða 21 ár, og frammanundan bæði hava vanligt koyrikort, stóra koyrikortið og busskoyrikort. Harafturat skal tú javnan hava koyrt stóran bil yvir 5 tons í eitt ár innan fyri eitt trý ára skeið. Men í Danmark og í londunum rundan um okkum eru krøvini ørðvísi. Í Danmark skalt tú eisini verða 21 ár, men tú skalt bara hava koyrikort til vanligan bil og ikki til lastbil og buss sum í Føroym. Hetta ger møguliga, at fólk fara til Danmarkar at taka útbúgvingina, heldur Hans Jákup Hermansen, og tí áttu krøvini til fólk, sum ætla at taka vinnuligt bussførarakoyrikort, at líkst meira krøvunum í grannalondunum, heldur hann. Vøran er seld í Føroyum, hon er óegnað til matna, og Heilsufrøðiliga biður fólk annaðhvørt koyra abrikosurnar burtur ella lata handlinum tær aftur. Eisini er ein ávaring um ávíst slag av kammille te. Fólk kunnu lesa meira á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni á hfs.fo Í Grønlandi ber væl til at fáa fiskiloyvi endurnýggjað, hóast viðkomandi skyldar tí almenna fleiri milliónir. Men hevur ein byggifyritøka almenna skuld, so kann hon ikki taka lut í útboði av almennum byggjaríi. Tann mismunin vil Sofia Geisler, nevndarlimur í fiskivinnnunevndini í grønlendska landstinginum, hava burtur, skrivar grønlendska kringvarpið. Mismunur skal ikki vera. Øðrumegin siga vit við byggifyritøkurnar, at mark er fyri, hvat tú kanst skylda tí almenna fyri at luttaka í útboði av almennum byggiverkætlanum. Hinumegin lata vit fiskiloyvi uttan at krevja nakað sum helst. Hennara atfinningar koma eftir, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Erik Jensen, hevur svarað einum fyrispurningi frá henni, har tað kemur fram, at 17 loyvishavarar skylda tí almenna millum eina og fimm milliónir krónur, og at tveir loyvishavarar skylda millum fimm og tíggju milliónir krónur til tað almenna. Men tað hevur ongan týdning, tá tað kemur til at endurnýggja fiskiloyvi, upplýsir landsstýrismaðurin í svari sínum til tingkvinnuna. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum sigur tó í svari sínum, at grønlendska landsstýrið ongar ætlanir hevur um at broyta galdandi reglur um at útskriva fiskiloyvi. Eingin mansskaði hendi, tá melduródnir meir ella minni løgdu ein bóndagarð á suðurlandinum í Íslandi í oyði fríggjadagin, men Sæunn Káradóttir, bóndi, sigur við Morgunblaðið, at alt var oyðilagt, tá tey komu til hús. Tað er ógjørligt at lýsa støðuna, sigur hon. Takplátur vórðu blástar fleiri hundrað metrar burtur, og sjey bygningar hava fingið stóran skaða. Hjá grannanum var eingin vindur, men grannin sigur við Morgunblaðið, at hon sá tríggjar melduródnir í luftini, og tvær teirra raktu við jørð. Hetta er slíkt, sum vit síggja og hoyra um í USA og aðrastaðni í heiminum, sigur Einar Sveinbjørnsson, veðurmaður við Morgunblaðið. Higartil hava vit ikki sæð slíkt fyrr, og eg veit ikki um, at nakar skaði hevur verið av melduródn her í Íslandi fyrr enn nú, sigur veðurmaðurin við Morgunblaðið. Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkismálum, skal eisini hitta franska forsetan. Hann er boðin til móttøku, sum Emmanuel Macron skal hava í Danmark. Tað er sum uttanríkisráðharri, at eg eri boðin, og tá man er boðin soleiðis, so tekur man av, sigur Poul Michelsen um innbjóðingina til móttøkuna hjá Macron. Landsstýrismaðurin vónar, at luttøkan kann vera við til, at Føroyar fær eitt betri samstarv við ES. Tó veit hann ikki, um møguleikin fyri at práta við franska forsetan verður til staðar. Eg veit ikki, um eg havi møguleika fyri at fáa hann undir fýra eygum, men fari eg ikki, so havi eg í øllum førum ikki møguleikan. Vit satsa upp á, at tað kanska er ein møguleiki, og tað at presentera í Føroyar í slíkum samanhangi skaðar neyvan tvørturímóti, trúgvi eg, sigur Poul Michelsen. Aksel V Johannesen, løgmaður, er boðin til døgurða, sum Margretha drotning heldur fyri franska forsetanum á Christianborg. Men hann hevur givið avboð. Øll farna vika fór við umboðan, fyrst vitjaðu amerikanski og finski sendiharrin í Keypmannahavn og seinni í vikuni kom krúnprinshúskið til Føroya. Nú fíggjarlógararbeiðið er byrjað, og vit seinni í vikuni skulu hava eitt landsstýrisseminar, har raðfestingarnar fyri seinasta árið í valskeiðinum skulu gerast, var tað mín meting, at tað var rætt at takka nei hesaferð , skrivar Aksel V. Johannesen, løgmaður. 9. juni 2017 brann Varðin Pelagic í grund. Síðani hevur verið arbeitt miðvíst við at endurreisa Varðan Pelagic og gera virkið klárt aftur til framleiðslu til makrelvertstíðina, sum byrjar síðst í hesum mánaðinum. Í morgin, sindur meira enn eitt ár eftir eldin, verður aftur lív í Varðanum Pelagic, tá maskinurnar loksins skulu tendrast og royndarkoyrast. Tað er ringt at meta um, hvussu tað fer at ganga, men vit mugu bara byrja spakuliga, sigur Bogi Jacobsen, stjóri á Varðanum Pelagic. Nýggja virkið, sum verður royndarkoyrt nú, hevur nógvar, nýggjar hentleikar. Ætlanin er, sambært Boga Jacobsen, at fiskurin skal landast skjótt, soleiðis at skipini sleppa skjótt út aftur til fiskiskap. Tað eru bæði okkara egnu starvsfólk, sum vera har. Umframt tað eru fólk við frá øllum Evropra, sum eru við til at royna maskinurnar. Tað eru øgiliga nógv fólk á virkinum, tá tað verður byrjað upp aftur, sigur stjórin á Varðanum Pelagic. Tá virkið brann í grund mistu fleiri starvsfólk arbeiðið, og tá varð sagt, at øll starvsfólkini, sum arbeiddu á virkinum áðrenn eldin, skuldu fáa bjóðað arbeiði á nýggja virkinum. Bogi Jacobsen fegnast um, at virkið fer at hava tørv á nógvari arbeiðsmegi, soleiðis at fólk aftur kunnu starvast á Varðanum Pelagic. Vit koma leypandi at seta fólk. Vit hava tikið nógv fólk inn nú, og tað eru eisini nógv, sum hava verið til arbeiðis alla hesa tíðina. Summi av teimum, sum vóru tá, hava fingið onnur arbeiði ella eru farin í skúla, men vit vilja gjarna, at tey fáa møguleika at koma aftur, sigur stjórin á Varðanum Pelagic. Írski ráðharrin luttekur á ráðstevnu, sum týska uttanríkisráðið heldur í Berlin í dag, og Reuters endurgevur hann fyri at siga, at hann vónar, at støða Bretlands til Brexit fer at gerast greiðari. Evstamark er longu um sjey mánaðir, tí 29. mars skal Bretland úr ES. Enn er eingin avtala gjørd við hini ES londini um treytirnar fyri skilnaðinum. Ætlanirnar hjá Theresu May, forsætisráðharra, um eina vinnulívs vinarliga avtalu hevur ikki flutt samráðingarpartin í Brússel og hevur heldur ikki fingið nógvan undanvind heima í Bretlandi, skrivar Reuters. Eitt av seinastu ynskjunum hjá amerikanska senatorinum var, at Donald Trump, forseti, ikki skuldi fylgja sær til gravar. Tað ynskið tykist amerikanski forsetin at virða. Ein talsmaður fyri ein av størstu krígsveteran felagsskapunum í USA sigur, at Hvítu húsini hava ikki virðing fyri McCain, sum í mong ár var hermaður, tí flaggið var ikki hálvari stong eitt sekund longur enn neyðugt, hóast siðvenja er, at flaggað verður í hálvari stong, til jarðarferðin er av. Eftir øllum at døma hevur Trump tikið hesar atfinningarnar til eftirtektar, tí hann hevur nú givið boð um at flagga í hálvari stong, til McCain er farin til garvar. Starvsfólkaovastin í Hvítu húsunum, John Kelly, James Mattis, verjumálaráðharri, og John Bolton, trygdarráðgevi, fara at fylgja John McCain til gravar, og teir umboða amerikansku stjórnina. Flogskipararnir í Ryanair, sum hava støð í Italia, hava atkvøtt fyri at taka undir við sáttmálanum, sum Ryanair og fakfelagið Anpec skrivaðu undir fyrr í hesum mánaðinum. Hann sigur seg vóna, at ein líknandi avtala skjótt verður gjørd við írsku flogskipararnar, sum eru bidnir um at taka støðu til eitt semingsuppskot. Higartil hevur Ryanair sýtt fyri at gera sáttmála við flogskiparar, flogternur og flogtænarar, men í desember boðaði leiðslan í flogfelagnum frá, at hon viðurkendi fakfeløgini, og at felagið fór at virka fyri at gera sáttmála við starvsfólkini. Ren Arpe, formaður í danska flogskiparafelagnum, sum millum annað er fakfeløg hjá 400 flogskiparanum í SAS, sigur, at stóri eftirspurningurin eftir flogskiparum hevur ávirkað Ryanair og fingið leiðsluna til samráðingarborðið. Flogskiparar eru vorðnir meira flytførir, og eru korini í einum flogfelagi ikki nóg góð, eru møguleikar at fáa starv i einum øðrum flogfelag, sigur hann. Bæði Steinatún og økið kring Steinatún er umvælt og broytt, síðani Tórshavnar kommuna yvirtók bygningin hjá BankNordik, og eitt nú heldur Kunningarstovan til í veghæddini. Bygningurin er eitt savningarstað hjá nógvum borgarum, ið dagliga nýta bussin, tískil er tørvur á einum tíðarhóskandi bíðistaði, sigur Tórshavnar kommuna. Hóskvøldið fer býráðið at taka støðu til, um kioskin Náttarravnar skal takast niður. Síðani er ætlanin at fara undir arbeiðið við hálvtakinum, ið skal verða partur av arbeiðinum at menna býartorgið við Steinatún. Búskaparligi vøksturin í Fraklandi er minkaður, og um vikuskiftið segði forsætisráðharrin, Edouard Philippe, at hann hevur slept politiska málinum um at minka hallið á fíggjarlógini. Politiskir eygleiðarar í París siga, at Macron verður helst beiskur um uppsøgnina frá umhvørvismálaráðharranum, tí forsetin fekk einki at vita um hana, áðrenn hann fór til Danmarkar. Norska umboðið á fundinum, Veronica Isabell Pedersen, vararáðharri, segði, at Noreg ikki enn kann siga, um avtalan um makrelin fer at halda fram, tí fleiri viðurskifti skulu umrøðast fyrst. Grønlendski landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Erik Jensen, gjørdi greitt, at verður Grønland viðurkent sum strandaland, so tekur landið undir við makrelsemjuni. Á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu stendur at lesa, at avgerð er tikin um at seta ferðsluljós upp við tvey av vegamótunum millum Glasir og Marknagilsvegin. Atkomuviðurskiftini við Glasir skulu viðgerast komandi hóskvøld á býráðsfundi. Fleiri hava lagt merki til ruðulleikan, sum hevur valdað á Marknagilsvegnum, síðani Glasir læt dyrnar upp fyri gott og væl 1.700 næmingum og lærarum. Nú ætlar Tórshavnar kommuna at bøta um ferðsluviðurskiftini við skúladepilin. Ætlanin er, at vegurin skal verða býttur í trý spor, umframt at ferðslulummar til bussin og súkklubreytir skulu gerast á báðum síðum. Sambært kommununi fer arbeiðið ikki at ávirka ferðsluna nevnivert, tí Marknagilsvegurin er longu so breiður, og umfatandi broytingar eru ikki neyðugar. Alilaksur, ið fer millum villa laksin, kann bera við sær ymsar sjúkur, hann hevur fingið í aliringunum, bæði virus og bakteriusjúkur. Úti á víðum havi er ikki tann stóri vandin fyri smittu, men inni við land, og serliga tá ið alilaksur fer niðan í áir, kunnu ávirkanirnar gerast meira ógvisligar. Deyður laksur í Leynará er latin djóralækna. Hesin hevur staðfest, at talan er um alilaks og hevur tikið royndir av honum, sum nú verða kannaðar nærri, millum annað fyri at fáa staðfest, um laksurin í Leynará var sjúkur. Ballónir eru ikki stóri syndarin, siga tey á Umhvørvisstovuni, men ein hugsburðsbroyting krevst fyri at minka um plast í náttúruni. Tórshavnar kommuna hevur bara pengar til at leiga fýra pláss í ár. Fýra milliónir eru í fíggjarætlanini til nýggjan umlættingardepil í Havn, men hann verður ikki liðugur í ár. Býráðið í Havn fer í annaðkvøld at avgera, at fýra milliónir krónur skulu setast av í fíggjarætlanini fyri 2019, so leigast kann frá VEKS eisini næsta ár. Fíggjarnevndin hjá grønlendska landstinginum tekur undir við uppskotinum frá landsstýrinum um at játta 200 milliónir krónur til nýtt havrannsóknarskip, skrivar grønlendska kringvarpið. Grønlendski Náttúrustovnurin fegnast um at fáa tíðarhóskandi havrannsóknarskip, sum skal vera við til at tryggja vísindaliga grundarlagið undir grønlendska fiskiskapinum. Landsstýrið hevur spurt kommunurnar, hvat tær halda um at broyta lógina um kommunalt samstarv, tað vil siga lógina um eldraøkið, soleiðis, at eldraøkið verður lagt út til hvørja einstaka kommunu, sum so kann velja at umsita økið einasamøll ella saman við øðrum kommunum. Lógin um kommunalt samstarv, sum hon nú er orðað, áleggur kommununum at vera í ávísum samstørvum um eldraøkið. Ikki allar kommunur eru so fegnar um tað. Tá eldraøkið varð lagt út til kommunurnar í 2015, varð sagt, at skipanin skuldi endurskoðast í 2019. Men hon verður longu endurskoðað í ár. Har varð samtykt at taka undir við uppskotinum um at broyta lógina um kommunalt samstarv, so tað verður hvør kommuna sær, sum skipar eldraøkið. Samstarv við aðrar kommunur er ikki eitt krav, men ein møguleiki. Ein løgreglumaður í amerikanska statinum Texas er dømdur sekur fyri at hava dripið ein óvápnaðan, svartan tannáring í einum bili nærindis Dallas í apríl í fjør, skrivar AP. Hoyr alla sendingina her. Við í sendingini eru, Hanus Kjølbro, Ólavur Thomsen, Ingvard Fjallstein, Allan Simonsen, Rani Nolsøe, Jógvan Andrias Joensen. Myanmar vísir einari ST frágreiðing aftur, har herurin í landinum verður lagdur undir at hava roynt at fremja fólkadráp móti muslimska rohingya minnilutanum. Tað sigur ein talsmaður fyri stjórnina í Myanmar. Vit loyvdu ikki ST at sleppa inn í Myanmar, og tí góðtaka vit onga yvirlýsing frá mannarættindaráðnum hjá ST, sigur talsmaðurin sambært AFP. Mælt verður eisini til, at herovastin og fleiri generalar í landinum koma fyri ein dómstól fyri at hava roynt at fremja fólkadráp og brotsgerðir móti mannaættini, skrivar Reuters. Í ST frágreiðingini verður eisini funnist hvassliga at sivila leiðaranum í Myanmar, Aung San Suu Kyi, sum fekk Nobel friðarheiðurslønina í 1991 fyri at stríðast ímóti hermannastýrinm í Myanamar. Aung San Suu Kyi hevur ikki brúkt støðu sína sum stjórnarleiðari ella moralska myndugleikan at byrgja fyri ella at forða tí, sum er hent, stendur í ST frágreiðingini. Eitt annað stykki við Mylnutjørn, sum kommunan seldi í 2012, men hevur keypt aftur fyri 451.681 krónur, sama prís, sum stykkið varð selt fyri í 2012, verður selt aftur fyri 710.000 krónur, sum er hægsta boð hjá ognarmeklara. Nú selur tað felagið og eitt annað smápartafelag einum triðja smápartafelag stykkið fyri sama prís, og nýggja felagið ætlar at byggja 12 íbúðir á stykkinum. Skal málið um, at 2050 fólk búgva í Fuglafjarðar kommunu í árinum ár 2050 røkkast, mugu fleiri bústaðir fáast til vega í kommununi. Hóast kommunan er væl fyri, tá ið ræður um mentan og arbeiðspláss, er fólkatalið ikki vaksið líka nógv sum í grannakommununum. Ein orsøk er, at tað er torført at fáa nakað at búgva í, sigur Sonni á Horni, borgarstjóri. Í gjárkvøldið var kvøldseta um framtíðina hjá kommununi, har ein bólkur millum annað legði fram hagtøl um býin. Og høvuðsniðurstøðan var, at skal fólkatalið vaksa, mugu fáast til vega fleiri bústaðir, sigur Sonni á Horni borgarstjóri Og hagtølini vísa, at kommunan hevur eina avbjóðing við fólkavøkstrinum. Tí meðan fólkatalið í kommunum sum Eystukommunu, Runavíkar kommunu, Sjóvar kommunu og Eiðis kommunu er vaksið seinastu tíggju árini, so er fólktalið í Fugjafjarðar kommunu minkað við 10 fólkum, og ikki komið upp aftur á sama støði sum áðrenn kreppuna. Hóast bústaðir mangla í Furglafirði, so er Fuglafjarðar kommuna tann kommunan, sum í dag hevur hægstu skattainntøkur fyri hvønn íbúgva. Kommunan hevur gjørt nógvar íløgur í vinnulívið, men kanska hevur tað vanta við íløgum í eitt nú bústaðir, heldur borgarstjórin. Íbúðarverkætlanin hevur veri leingið ávegis, og sambært borgarstjóranum hevur høvuðsavbjóðingin verið at fáa bygt íbúðirnar fyri ein prís, sum er so lágur, at fólk, sum eiga hús, vilja keypa tær ella leiga tær. Tvær milliónir krónur eru settar av til miðlastuðul á fíggjarlógini til miðlastuðul í 2018. Tað skrivar Mentamálaráðið á heimasíðuni. Sambært Mentamálaráðnum er ætlanin við miðlastuðlinum at hækka dygdina av journalistiska arbeiðinum og tryggja eitt fjøltáttað útboð av tíðindamiðlum. Fyri at fáa miðlastuðul skal miðilin eitt nú verða sjálvstøðugur við einum ábyrgdarhavandi redaktøri og hava í minsta lagi tvey redaktionel ársverk íroknað redaktørin. Miðilin skal venda sær til ein breiðan skara av brúkarum og ikki bert til ávísar bólkar í samfelagnum. Miðilin skal hava eitt breitt redaktionelt innihald við aktuellum tíðindatilfari av politiskum, samfelagsligum og mentanarligum slagi, sum er lagað til fólkið í Føroyum. Fyri prentaðar miðlar er tað ein treyt, at teir koma út minst einaferð um vikuna. Fyri netmiðlar og loftmiðlar er tað ein treyt, at teir dagliga hava ein havnan og dagførdan tíðindastreym. Amerikanski forsetin, Donald Trump, skuldsetur Google fyri at villleiða leitiúrslitini, og tí koma so nógvar neiligar søgur um forsetan á skíggjan, tá leitað verður á Google. Donald Trump sigur einki um, hvør keldan er til hetta uppáhaldið. Men konservativi miðilin, PJ Media, kom til sama úrslit í eini greining fyri fáum døgum síðani. Kommunufelagið hevur spurt limirnar í felagnum og kommunalu samstørvini um heimatænastur og eldraøki, um lógin um samstørvini skal broytast, nú alt økið verður endurskoðað. Lógin um kommunalt samstarv, sum hon nú er orðað, áleggur kommununum at vera í ávísum samstørvum um eldraøkið. Nú verða kommunurnar spurdar, um lógin skal orðast soleiðis, at eldraøkið verður lagt til einstøku kommununa at umsita uttan nøkur krøv um samstarv við aðrar kommunur. Tá eldraøkið varð lagt til kommunurnar í 2015, varð ásett, at lógin skuldi eftirmetast eftir fimm árum, tað er í 2020. Avgjørt er tó at framskunda hetta, so eftirmetingin verður gjørd longu nú í 2018. Serliga eru tað markamótini millum land og kommunur, afturberingarleisturin og lógarásetingarnar um kommunalu samstarvsøkini, sum skulu eftirmetast. Byrjað verður við at eftirmeta lógina um kommunalt samstarv um heimatænastu og eldrarøkt. Tann eftirmetingin verður gjørd millum Heilsu og innlendismálaráðið og Kommunufelagið. Stýrið í Kommunufelagnum hevur viðgjørt málið tann 22. juni og sent tað til ummælis hjá kommununum og kommunalu samstørvunum. Freistin at svara er longd til 10. september. Fríggjadagin hevur stýrið í Kommunufelagnum fund, og tá kemur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, at greiða frá sínum parti av eldraøkinum. Landsverk vísir á, at í Suðurstreymoy er umráðandi at fáa gjørt innkomuvegin til Havnina so mikið rúmligan, at hann kann taka ímóti øktu ferðsluni, ið fer at standast av nýggju farleiðini til og úr høvuðsstaðnum. Nýggi innkomuvegurin er meira enn nakrantíð átrokandi at gera, nú ein nýggj farleið við øktari ferðslu kemur til og úr høvuðsstaðnum. Fyrsti partur av innkomuvegnum frá Kaldbaksvegnum til Villingardalsvegin er mettur at kosta 115 milliónir krónur, umframt tær 36 milliónir krónurnar, sum eru brúktar til hendan vegateinin men bíðað verður eftir hóskandi játtan. Harumframt hava Tórshavnar kommuna og P F Eysturoyartunnilin bundið seg til at rinda sín part av samlaðu loysnini, svarandi til ávikavist umleið 24 og 30 milliónir krónur. Í nógv ár hava loysnirnar hjá Landsverki til meirferðsluna í sambandi við Eysturoyartunnilin ligið klárar. Stovnurin mælir til at gera ein tunnil úr Gøtudali til Skálabotns, so ferðslan fer ígjøgnum óbygt øki á vestara armi á Skálafjørðinum til tunnilsmunnan á Strondum. Ferðsluútrokningar vísa, at tá Eysturoyartunnilin letur upp, verður talan um eitt sonevnt ferðslulop, við einum vøkstri á umleið 2.400 akfør um samdøgrið til og úr Havnini. Harumframt broytist alt ferðslumynstrið við Skálafjørðin, soleiðis at tey, sum fyrr hava koyrt inn eftir Skálafjørðinum fyri at koma til Havnar, nú fara at koyra úteftir fyri at koma suður. Tað merkir, at gjøgnumgangandi ferðslan frá akførum í nærumhvørvinum minkar, meðan fleiri koma úr norðurøkinum ávegis til Havnar. Sambært ferðsluframrokningum verður mett, at ferðslan veksur við 1.000 akførum á eystara armi á Skálafjørðinum, meðan hon minkar við umleið 800 á vestara armi ígjøgnum Skálabotn, um ongar avleiddar verkætlanir verða framdar. Í dag er teinurin frá rundkoyringini í Gøtudali til tunnilsmunnan á Strondum umleið 23 kilometrar. Við at gera ein tunnil úr Gøtudali til Skálabotns, og síðani ein umferðarveg um bygdina Skálabotn, fer at bera til at koyra uttan um bygt øki allan vegin úr Gøtudali til Havnar. Kostnaðurin á hesum íløgunum tilsamans er umleið 320 milliónir krónur, har av Gøtudalstunnilin, ið verður 3,2 kilometrar til longdar, stendur fyri umleið 250 milliónir krónum. Tá sjálv verkætlanin við Eysturoyartunlinum var til viðgerðar, varð eisini arbeitt eftir tí leisti, at gjøgnumgangandi ferðslan til og úr tunlinum skuldi vera eftir vestara armi á Skálafjørðinum. Hetta var ein av orsøkunum til, at tunnilsmunnin varð fluttur frá Toftavatni til Rókina, tí væntandi fór bara at verða nærferðsla við hendan munnan, tað vil siga í mestan mun ferðsla til og úr bygdunum í Nes og Runavíkar Kommunum á eystaru síðu. Ein orsøk var sjálvandi eisini at varðveita nátturúvakra økið við Toftavatn. Niðurstøðan hjá Landsverki er sostatt tann sama, sum hon altíð hevur verið mótvegis teimum avbjóðingum, sum eru í sambandi við økta ferðslutrýstið av Eysturoyartunlinum Rættast er at gera ein tunnil millum Gøtudal og Skálabotn, umferðarveg um bygdina Skálabotn og fáa ein nøktandi innkomuveg gjørdan í Suðurstreymoy. Best hevði verið, um hesar avleiddu verkætlanir vóru klárar, tá Eysturoyartunnilin letur upp fyri ferðslu, men hetta letur seg ikki gera at røkka, áðrenn nýggi undirsjóvartunnilin letur upp í 2020, stendur í ársfrágreiðingini hjá Landsverki, sum sæst á heimasíðuni hjá Landsverki. Løgmaður og landsstýrisfólkini fara at hava arbeiðsdagar á Hotel Norð í dag, í morgin og fyrrapartin leygardagin, nú fíggjarlógararbeiðið er byrjað. Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, hevur boðað frá, at hon vil hava almennu íløgurnar endurskoðaðar, við tí í hyggju at útseta onkrar av teimum. Ruth Vang, forkvinna í fíggjarnevndini, tekur undir við landsstýriskvinnuni, og grundin er, at Bakkafrost hevur boðað frá, at felagið fer at gera íløgur fyri tríggjar milliardir næstu fimm árini. Í farnu viku kom tíðarritið Scandinavian Journal of Medicine and Science in Sports út við greinarøð um evnið, og stórur partur av granskingini er gjørdur í Føroyum, sigurs Granskingarráðið. Har var Fróðskaparsetrið umboðað bæði við høvuðsrøðara og við styttri framløgum. Næsta ráðstevnan verður í Odense í januar 2019. Arbeitt verður fyri at fáa ráðstevnuna til Føroyar á vári 2020. Fyri tveimum mánaðum síðani kunngjørdi danska heilsustýrið drúgva frágreiðing, har staðfest verður, at vísindalig vissa er fingin fyri, at 28 av 31 sjúkum eiga at verða viðgjørdar við kropsligari venjing. Nú verða vegleiðingar gjørdar at viðgera eitt nú diabetes, hjarta og æðrasjúkur, beinbroyskni, krabba og angist við slíkari venjing. Granskararnir, sum eiga lut í greinunum, eru May Britt Skoradal, Poula Patursson, Hildigunn Steinhólm, Maria Hammer Olsen, Pál Weihe, Jann Mortensen, Elisabeth Purkhús og Magni Mohr. Ein av høvuðsuppgávunum hjá Don McGahn hevur verið at síggja til, at konservativir dómarar fáa sessir í samveldisdómstólunum, sum nú eru tøkir. Hann er kortini betur kendur fyri at hava vera bindilið millum umsitingina hjá Trump og tey, sum kanna sambandið við Russland upp undir forsetavalið í fyrraárið. McGahn hjálpti Trump í valstríðnum, og hann hevur eisini verið avhoyrdur í kanningini, sum serligi ákærin, Robert Mueller, stendur á odda fyri. Reuters skrivar, at Don McGahn visti einki um, at hann skal fara úr starvinum sum løgfrøðiligur ráðgevi, fyrr enn Trump kunngjørdi tað á Twitter. Ein løgreglumaður í amerikanska býnum Dallas í statinum Texas er dømdur 15 ára fongsul fyri at hava dripið ein óvápnaðan, svartan tannáring í einum bili nærindis Dallas í apríl í fjør. Nevningarnir í rættinum í Dallas vístu uppáhaldinum hjá løgreglumanninum aftur. Hann segði, at hann skeyt 15 ára gamla Jordan Edwards, tí ein starvsfelagi var í vanda. Nú er avrátt, í samráð við leiðsluna í KÍ, at skifta graslíkið beinan vegin, tá landskappingin er av. Sostatt skal alt fyrireikingararbeiðið gerast fyri 27. oktober, verður sagt í tilráðingini til býráðsfundin. Hinvegin hevur skund at leggja upp fyri ljóskrøvunum, sum Fótbóltssambandið hevur sett, og tí má betongfundament gerast, samstundis sum vøllurin verður skiftur, stendur í tilráðingini. Klaksvíkar býráð samtykti fyri summarfrítíðina at taka av lægsta tilboði um nýtt graslíki, og løtuni verður arbeitt við at fáa fyritøkuna Polytan at skifta vøllin í oktober. Lars Fodgaard Møller, landslækni, sigur á heimasíðuni hjá landslæknanum, at fyrra hálvár í ár eru 41.000 tilburðir av meslingum fráboðaðir í Evropa. Tað eru 17.000 fleiri enn alt árið í fjør. Hava fólk ikki fingið MFR vaksinasjón og ikki hava havt meslingar, eiga tey at seta seg í samband við kommunulæknan, mælir landslæknin til. Føroya Symfoniorkestur hevur ongantíð verið betri, sigur Sámal Petersen, sum í dag er fyrsti violinistur og konsertmeistari í Føroya Symfoniorkestri. Í dag er Musikkskúlin eitt sterkt grundarlag undir Føroya Symfoniorkestri, tí bæði lærarar og næmingar eru bulurin í orkestrinum. Men tá ið Sámal byrjaði var eingin musikkskúli, og tí mátti tú veruliga velja og vilja tað, um tú ætlaði tær nakað við tínum klassiska ljóðføri. Viggo Dal Christiansen kveikti áhugan hjá Sámali Petersen fyri fiólini, tá ið hann var um 11 12 ára gamal. Tá ið hann var 14 ár, valdi hann klassisku violinina fram um bassin í poporkestrinum, og síðan hevur violinin fylt alt. Hoyr søguna um Sámal og violinina í sendingini Mítt ljóðføri og eg. Tað er ikki altíð, at bassisturin fær so nógv uppmerksemi, men Agnar Lamhauge trívist væl í tí leiklutinum. Tú mást dáma tann leiklutin, um tú skalt spæla bass, og mær dámar hann. Bassurin leggur seg ímillum hini ljóðførini og virkar sum tað límið, ið fær alt at hanga saman, sigur hann. Sjálvur hevur Agnar Lamhauge, sum spælir kontrabass í Føroya Symfoniorkestri, spælt í nógvum ymiskum høpi. Frá heimstónleik til jazz, frá fólkatónleiki til klassiskt. Hetta spennið ger tað spennandi. Tað ger tað ógvuliga spennandi, at vit ikki eru so nógv í Føroyum. Tú fært verið á ymsum pallum, og tú kanst hava breið musikalsk áhugamál, sigur Agnar. Hoyr søguna um Agnar Lamhauge og nógvu bassarnar í sendingini Mítt ljóðføri og eg. Vinmenninir eru farnir út um í hesum parti. Leiðin er gingin niðan á Kongaminnið eitt yndisstað hjá Korsie. Tónleikin stendur italski Ennio Morricone fyri. The Beatles er temað í seinastu Korsie og 60 ini í hesari syftu. Teir báðir hava valt hvør sína yndis Beatles plátu at taka við sær oman í gongugøtuna í Havn. Tað sigur Frid Anny Hansen, granskari, sum kemur til Føroya at halda fyrilestur um børn í familjum við rústrupulleikum í sambandi við evnisdagin hjá Blákrossi í Norðurlandahúsinum 4. september. Stigmatisering er størsti trupulleikin, tá vit skulu hjálpa familjum við rúsmisnýtlsu. Í ein einum lítlum samfelagi, sum tí føroyska, er trupulleikin størri, tí skommin forðar vaksnum og børnum í at siga frá, sigur Frid Anny Hansen, sum er sálarfrøðingur og ein av fremstu granskarunum í familjum við rúsmisnýtslu. Familjur, sum hava trupullekar við rúsmisnýtslu eru merkt av ávísum mynstrum, og eg havi í nógv ár arbeitt við børnum uttan at vita, hvat tað var, sum var trupulleikin, sigur Frid Anny Hansen, við Blákrossblaðið. Tá hon byrjaði at arbeiða við vaksnum, sum stríðast við rúsmisnýtslu, fekk hon innlit í, hvussu tað ávirkar børnini í familjuni, sigur hon. Her hitti eg pápar og mammur við misnýtslutrupulleikum, og tá spurdi eg tey Hvar eru børn tykkara Eg skilti beinanvegin, at eg var sek í at hava feilviðgjørt børn í mínum fyrra starvi, sigur hon. Hon hevði arbeitt við børnum, sum høvdu foreldur við misnýtlsutrupulleikum, men hon hevði ikki uppdagað tað. Frid A. Hansen er undangongukvinna innan gransking á økinum og Blákrossblaðið hevur gjørt samrøðu við granskaran, sum kemur til Føroya at halda fyrilestur í sambandi við evnisdag hjá blákross í Norðurlandahúsinum 4. september, sum hevur fingið yvirskriftina Tosa við meg, ikki um meg. Stóra avbjóðingin er skommin, tí tað ger, at rúsmisnýtlsa framvegis er tabu. Sum í øðrum smærri samfeløgum fært tú hendan styrkta nertingaróttan. Ein er bangin fyri at nerta, bangin fyri at tosa um, og tað er so trupult at seta orð á. Man vil heldur fjala, tí skommin er so stór, sigur Frid A. Hansen. Men tað er avgerandi at tosa um misnýtsluna, um man skal hjálpa børnunum, sigur Frid A. Hansen, sum vil hava, at læknar og heilsurøktarar tosa um alkohol eins náttúrligt, og vit tosa um royking og kost. Skomm er drívmegin í stigmatseringini, og skomm smittar. Børn eru góð við foreldrini, so vit onnur mugu tora at ganga fremst og tosa um trupulleikan. Vit mugu tosa um, at tú ikki er eitt ringt menniskja, hóast tú hevur trupulleikar við rúsmisnýtslu, tí menniskju hava alskyns trupulleikar, sigur Frid Anny Hansen við Blákrossblaðið. Útvið 50 leikarar hava lut í leikinum, og harafturat eru nógv onnur við í verkætlanini Jørundur Hundadagakongur, sum leikurin eitur. Ætlanin hjá Høgna Hoydal at lata 450 tons av nýggjari toskakvotu á Flemish Kap til tey, sum eiga loyvi at royna eftir rossamakreli í Suðurkyrrahavinum, fellur ikki í góða jørð í Fiskivinnuráðnum. Uppgávan hjá Fiskivinnuráðnum er sambært lóg at ráðgeva landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, og ráðið er mannað við fólki úr fiskivinnuni á sjógvi og landi, tó so at landsstýrismaðurin sjálvur velur formannin. Fyrr í mánaðinum gjørdu Føroyar og ES eina tvey ára býtisavtalu, har ES fær føroysku kvotuna av rossamakreli í Suðurkyrrahavinum, og Føroyar fáa afturfyri 450 tons av toskakvotu á Flemish Kap. Øll tøk botnfiskarættindi eiga at falla til verandi aktørar í bólki 3, soleiðis at rásarúmið hjá teimum, sum fiska undir Føroyum, verður betri, uttan at tað gongur út yvir verandi smáu fiskastovnar. Umboðini fyri Meginfelag Útróðrarmanna, Fiskimannafelagið, Skipara og Navigatørfelagið og Arbeiðarafeløgini í Fiskivinnuráðnum mæla tí landsstýrismanninum til at lata línuskipunum øll 450 tonsini, sum koma afturat á Flemish Kap. Eisini undrast feløgini á, at rættindi, sum ikki eru brúkt síðani 2010, í dag kunnu vera grundarlag undir eini tilsøgn um loyvi til fiskiskap á Flemish Kap. Meginfelag Útróðrarmanna hevur harumframt sítt egna hoyringarskriv, har felagið út í æsir lýsir síni sjónarmið og argumenterar fyri, hví línuskipini skulu fáa kvotuna á Flemish Kap. Eisini reiðaríið Ocean Group Faroes í Vági hevur gjørt sínar viðmerkingar til kunngerðina. Reiðaríið biður millum annað landsstýrismannin um at býta tey 450 tonsini í helvt millum tey bæði reiðaríini, sum hava kyrrahavsloyvini. Stutt sagt tí at tað loysir seg ov illa at rigga skip til at fiska bara ein triðing av kvotuni, tað vil siga 150 tons. Tey flestu gista í teimum stóru býunum, Keypmannahavn, Aarhus og Odense, men Airbnb er eisini væl umtókt í Rønne og Frederikshavn. Financial Times veit at siga, at umsetningurin hjá Airbnb í øllum heimum í fjør var 3,5 milliardir dollarar, og úrslitið var 100 milliónir dollarar. Minni er til av makreli, norðhavssild og svartkjafti í ár enn í fjør. Tað er niðurstøðan eftir árligu kanningina hjá Íslandi, Grønlandi, Noregi, Danmark og Føroyum, sum varð gjørd í landnyrðingspartinum av Atlantshavi frá 30. juni til 6. august. Vísitalið fyri makrelstovnin er minkað 40 prosent. Tað var 10,3 milliónir tons í fjør. Í ár er tað 6,2 milliónir tons, skrivar íslendska havrannsóknarstovan. Verkætlanin er um leiklutin hjá pápum í Føroyum. Verkætlanin kallast Faðirskapur í broyting Kanning av gerandislívinum, familjuviðurskiftunum, og maskulinitetinum hjá monnum tvørtur um tvey ættarlið í Føroyum í dag. Játtanin til verkætlanina er 705.588 krónur. Restin av fíggingini kemur frá Fróðskaparsetrinum, CeMAS á Aalborg Universitet og Nordplus, skrivar Granskingarráðið í tíðindaskrivi. Hóast vísitølini siga frá stórari minking í uppsjóvarfiskinum í landnyrðingspartinum av Atlantshavi, er als ikki vist, at kvoturnar minka fyri tað. Onnur tøl telja eisini við, tá stovnsmetingarnar verða gjørdar. Jan Arge Jacobsen er deildarleiðari á Havstovuni, og sambært honum skulu onnur tøl eisini teljast við, tá stovnsmetingarnar verða gjørdar. Tá vit gera stovnsmetingar, eru hesi vísitølini partur av stovnsmetingum saman við fiskiskapinum og øðrum kanningum. Hesi tølini verða so sett saman til stovnsmetingar, sigur Jan Arge Jacobsen. Hóast tølini tykjast ræðandi, so kann endaliga úrslitið gerast øðrvísi. Eitt nú vístu tølini fyri svartkjaft í apríl eina uppgongd, meðan hesi somu tøl nú vísa eina niðurgongd, greiðir hann frá. Hann leggur tó dent á, at minkingin var eitt vet størri, enn Havstovan hevði væntað, og tískil kann tað hóast alt væntast, at kvoturnar minka. Hoyr Jan Arge Jacobsen greið frá omanfyri. Sildberin fer á beding frá 2. til 14. september til viðlíkahald og umvælingar. Meðan Sildberin er á beding, røkir Súlan farleiðina til Skúvoyar. Sam fer á beding 19. september. Sam skal hava 40 ára klassing. Jósup fer tá at røkja Kalsoyarleiðina. Men farmatúrar verða gjørdir við Ternuni. Tað er Norrønu Feløgini og sendinevndin hjá Stórtinginum til Norðurlandaráðið, sum bjóða norðurlendskum framhaldsskúlanæmingum til skrivikapping, har sjóneykan verður sett á umhvørvi, burðardygga umsiting av havinum og norðurlendskt samstarv. Hvør skúli hevur møguleika at senda inn tvey íkast til kappingina. 3 vinnarar verða bodnir til ein spennandi dag saman við politikarum og kjakum í Norðurlandaráðnum undir ársfundinum í Oslo 30. 31. oktober 2018. Ferð, matur og gisting verður goldin fyri vinnarar og lærara. Næmingarnir skulu viðgera, hvussu vit í Norðurlondum kunnu tryggja, at havið verður troytt á burðardyggan hátt. Næmingarnir skulu skriva ein tekst um, hvussu Norðurlond kunnu tryggja, at vit brúka havsins tilfeingi á ein burðardyggan hátt og forða fyri dálking og veðurlagsbroytingum. Hetta kann gerast eitt nú við at lýsa framtíðarútlit ella trega, koma við atfinningarsomum viðmerkingum, ynskjum um broytingar ella uppskotum til loysnir. Hjá meklarafyritøkuni Atlantic Shipping eru skipini sett til sølu fyri 32 milliónir krónur hvørt, meðan eingin prísur er á sølulýsingini hjá Atlantic Brokers. Rókur og Lerkur eru tey elstu av tilsamans seks trolarum hjá Faroe Origin í Runavík. Bakur og Stelkur eru bygdir í 2002, meðan Heykur og Fálkur eru bygdir í 2007. Føroya Reiðarafelag undrast á, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum segði í sjónvarpinum mánakvøldið , at uppboðssølan skal tillagast, so tað verður lættari hjá nýggjum virkandi at sleppa framat fiskatilfeinginum. Uttanflokkatingkvinnan Sonja Jógvansdóttir hevur lagt uppskot fyri tingið um, at tvørkynd kunnu fáa nýtt p tal, sum samsvarar við kynsliga samleikan hjá viðkomandi. Undan dystinum er HB á øðrum plássi, KÍ er á triðja plássi, bæði hava 31 stig. Tað eru tvey stig færri enn EB Streymur Skála, sum er oddalið. Tað var greitt undan dystinum í kvøld, at ein sigur var mest sum eitt krav hjá báðum liðum, um tey skuldu halda áfram at elta oddaliðið EB Streym Skála. Við 2 0 sigrinum á HB í kvøld kann KÍ nú sjálvt gera av, um tær blíva føroyameistarar. Rannvá Andreasen skoraði bæði málini, eitt í hvørjum hálvleiki. Støðan 1.EB Str Skála 14 dystir 36 stig 2.KÍ 14 dystir 33 stig 3.HB 14 dystir 31 stig 4.ÍF Víkingur 14 dystir 18 stig 5.B36 14 dystir 2 stig 6.B68 14 dystir 2 stig Tað var greitt undan dystinum í kvøld, at ein sigur var mest sum eitt krav hjá báðum liðum, um tey skuldu halda áfram at elta oddaliðið EB Streym Skála. Við 2 0 sigrinum á HB í kvøld kann KÍ nú sjálvt gera av, um tær blíva føroyameistarar. Rannvá Andreasen skoraði bæði málini, eitt í hvørjum hálvleiki. Støðan 1. EB Str Skála 14 dystir 36 stig 2. KÍ 14 dystir 33 stig 3. HB 14 dystir 31 stig 4. ÍF Víkingur 14 dystir 18 stig 5. B36 14 dystir 2 stig 6. B68 14 dystir 2 stig Tann, sum nú leigar Náttarravnar, vil gevast, men annar leigari vil taka við. Og onnur hava eisini sýnt áhuga. Náttarravnar selja lættan mat vikuskiftisnætur. Umsitingin hjá kommununi sigur, at einki søguligt ella byggilistarligt virði er í kioskini. Tí mælir umsitingin til at taka kioskina Náttarravnar niður og leggja flísar, har hon stóð. Ætlanin er at taka virksemið hjá kioskini Náttarravnum við í heildarætlanina fyri Steinatún, tá farið verður undir at skipa triðja byggistigið í verkætlanini. Eisini er 1,1 millión sett av til kunningarátak viðvíkjandi faðirleysum grønlendarum og rættindum teirra umframt viðgerðartilboð til faðirleys børn. Frá 2020 verða 900.000 krónur settar av árliga til endamálið. Sambært danska fíggjarlógaruppskotinum, sum varð lagt fram í gjár, ætlar danska stjórnin at geva Margretu drotning árliga gjaldið hjá Heindriki prinsi, sum doyði tann 13. februar í ár. 84,6 milliónir eru settar av fíggjarlógaruppskotinum til drotningina komandi ár, og tað eru 9,8 milliónir krónur fleiri enn í fjør. Heindrikkur prinsur fekk 8,5 milliónir í árligum gjaldi, men nú er hetta gjaldið strikað av fíggjarlógaruppskotinum. Drotningin fær sostatt lutað bæði árliga gjaldið hjá Heindriki prinsi, samstundis sum hon fær 1,3 milliónir afturat. Eisini krúnprinsaparið fær fleiri pengar næsta ár. Árliga gjaldið hjá Fríðriki krúnprinsi veksur við 300.00 krónur til 21,2 milliónir krónur. Landið skal virða sjálvræðið hjá kommununum. Kommunurnar skulu sjálvar sleppa at gera av, um tær vilja samstarva við onnur um eldraøkið, og hvønn tey vilja samstarva við. Kommunala sjálvræðið skal virðast, og tað skal ikki verða tvungið samstarv. Kommunurnar skulu sjálvar velja, um tær ynskja at samstarva um eldraøkið ella ikki, sigur Jógvan í Skorini. Men tað merkir ikki, at Eiðis kommuna, sum er partur av VEKS samstarvinum, sum er millum Vestmanna kommunu, Sunda kommunu, Kvívíkar Kommunu og Eiðis kommunu, vil sleppa burturúr samstarvinum. Vit hava eitt væl skipað VEKS samstarv. Tað snýr seg um, at landspolitikarar hava álit á kommunalpolitikarum, og at kommunala sjálvræðið verður virt, sigur Jógvan í Skorini, borgarstjóri á Eiði. Landsstýrið hevur spurt kommunurnar, hvat tær halda um at broyta lógina um kommunalt samstarv, tað erlógina um eldraøkið, soleiðis, at eldraøkið verður lagt út til hvørja einstaka kommunu sær, sum so kann velja at umsita økið einasamøll ella saman við øðrum kommunum. Kappingarnevndin hjá Fótbóltbssambandinum hevur kannað rokið í steypafinaluni síðsta leygarkvøld. Málið varð tikið upp til nærri viðgerð, eftir at dómarafrágreiðingin varð gjøgnumgingin, og kappingarnevndin hevur gjørt av at geva leikbann til bæði liðini. Feløgini verða revsað fyri hendingina stutt áðrenn vanliga leiktíðin var farin, tá bæði leikarar, venjarar og liðleiðarar úr báðum liðum fóru til hendurs. Kári á Høvdanum, dómari í steypafinaluni, gav Benjamin Heinesen reytt kort. Fróði Clementsen, hjálparvenjari hjá B36 og Heðin Weihe, liðleiðari hjá HB blivu harafturat burturvístir. Benjamin Heinesen hjá B36 fær leikbann í tveir dystir. Hjálparvenjarin hjá B36, Fróði Clementsen, og liðleiðarin hjá HB, Heðin Weihe fáa ein dyst leikbann. Sambært in.fo fær Robert Heðin Brockie eisini ein dyst leikbann. Hetta var tó ikki orsakað av klandurstøðini, men kemst av aðrari støðu í seinna hálvleiki, tá Robert Heðin Brockie fekk reyða kortið. Samandráttur av steypafinaluni sæt her. Hoyr alla sendingina her. Við í sendingin hesaferð eru, Ragnhild Dam, Oddmar Ravnsfjall, Janus Rein, Elmar Ósá, Heðin Kambsdal, Anna Hansen, Anne Mette Greve Klemensen og Jón Brian Hvidtfeldt. Heilsukrøvini til flogskiparar eru ógvuliga høg, og lýkur tú ikki øll krøvini, ja so kanst tú ikki flúgva, fortelur Janus Rein, sum ikki vil koma nærri inn á, júst hvat ið honum bagir. Talan er ikki um nakað álvarsamt, men eg havi fingið eitt slag av arbeiðsskaða, sum ikki er óvanligur hjá pilotum, sum fleiri ferðir hvønn dag verða útsetir fyri ymiskt trýst og ljósgeislar, sigur Janus Rein. Fyrst fari eg taka mær av løttum í nakrar vikur og vera saman við familjuni. Men kenni eg meg sjálvan rætt, so gongur ikki long tíð, áðrenn eg havi funnið okkurt annað arbeiði, sigur Janus Rin. Orsøkin til, at vit eisini vilja stuðla einum vælgerandi endamáli, hevur eisini nakað at gera við grundhugsjónina hjá skótarørsluni Skyldan mótí Guði, skyldan móti øðrum, skyldan móti sær sjálvum og virðing fyri øllum livandi, sigur Jóannes Østerø, sum er partur av foreldrabólkinum í KFUM. Fleiri lata bilin standa tómgongd, tá eitt nú eini ørindi skulu gerast. Men hetta er ikki í lagi. Tað heldur í øllum førum Ragnhild Dam, sum herfyri heitti á bilførara at sløkkja bilin, sum stóð í tómgongd í einar 20 minuttir. Hóast Fiskivinnuráðið mælir landsstýrismanninum í fiskivinnumálum til at lata línuskipini fáa nýggju kvotuna, so heldur Høgni Hoydal fast í ætlanini um, at reiðaríini við kyrrahavsloyvunum skulu hava toskakvotu á Flemish Kap. Hoyringin broytir einki, og landsstýrismaðurin letur tí 450 tons av nýggjari toskakvotu á Flemish Kap til tey, sum eiga loyvi at royna eftir rossamakreli í Suðurkyrrahavinum. Fyrr í mánaðinum gjørdu Føroyar og ES eina tvey ára býtisavtalu, har ES í 2018 og aftur í 2019 fær føroysku kvotuna av rossamakreli í Suðurkyrrahavinum, og afturfyri fáa Føroyar 450 tons av toskakvotu á Flemish Kap. Hesi tonsini eiga at falla til verandi aktørar í bólki 3, tað vil siga línuskipini, sigur Fiskivinnuráðið. Men Høgni Hoydal vísir á, at línuskipini longu hava fingið munandi fleiri rættindi. Eitt nú hava línuskipini fingið alla NAFO kvotuna á Flemish Kap, umframt økta kvotu undir Íslandi. Í hoyringarsvari undrast umboðini fyri Meginfelag Útróðrarmanna, Fiskimannafelagið, Skipara og Navigatørfelagið og Arbeiðarafeløgini í Fiskivinnuráðnum á, at rættindi í Suðurkyrrahavinum, sum ikki eru brúkt síðani 2010, í dag kunnu vera grundarlag undir eini tilsøgn um loyvi til fiskiskap á Flemish Kap. Landsstýrismaðurin heldur also fast við upprunaætlanini, hóast hoyringarsvarini eitt nú frá Fiskivinnuráðnum mæla honum til at gera nakað annað. Thor í Hósvík eigur tvey kyrrahavsloyvi og Ocean Group Faroes í Vági ta triðja, sum reiðaríið keypti frá júst Thor. Tí vera tað hesi bæði reiðarí, sum skulu fiska tey 450 tonsini av toski á Flemish Kap bæði í ár og næsta ár. Meðan føroyska NAFO kvotan á Flemish Kap skal fiskast við línu, tað vil siga bara við línuskipum, so er eingin avmarking á hesari býtiskvotuni við ES, sum tí kann fiskast við troli. Tey 450 tonsini verða latin sum felagskvota til tey bæði reiðaríini, sum eiga kyrrahavskvotu. Tað vil siga eftir sama leisti sum kvotan til línuskipini. Tað tykist formaðurin í ES nevndini, Jean Claude Juncker, hava hugsað, nú hann letur upp fyri møguleikanum at taka skipanina við summar og vetrartíð av, sigur týska sjónvarpsstøðin, ZDF. Hoyringarfreistin var 16. august, og út frá teimum 4,6 milliónum viðmerkingunum, sum komu inn, er áhugi fyri, at summartíðin skal vera varandi, sigur ZDF. Hóast óvist er, hvussu verður við kjarnorkuavtaluni, sum USA og fleiri onnur lond gjørdu við Iran, heldur Iran treytirnar í avtaluni. Kjarnorkuavtalan millum Iran og tey fimm stóru londini í ST trygdarráðnum, USA, Russland, Kina, Bretland og Frakland, og Týskland og ES var gjørd í Wien í 2015. Argenta er í álvarsamari búskaparligari kreppu, og í dag hækkaði argentinski tjóðbankin rentuna upp í 60 prosent. Tað er hægsta renta í øllum heiminum. Stjórnin í Argentina hevur eisini biðið altjóða gjaldoyragrunnin, IMF, um at fáa útgoldið eitt lán upp á 320 milliónir krónur fyrr enn avtalað. Lániumsóknin varð góðkend í summar, og lánið skuldi eftir ætlan gjaldast út í stigum. Men Argentian hevur brúk fyri øllum peningunum beinan vegin. Hin møguleikin, at bora úr Gerðun til Árnafjarðar, kostar 100 milliónir krónur meira, tí tann tunnilin er longri, og vegagerðin í Árnafirði eisini. Út frá einum kost nyttu sjónarmiði heldur Landsverk tað vera rætt at gera tunnilin úr Ánunum heldur enn úr Gerðum, og so í staðin gera ein nýggjan umkoyringarveg eftir eystara armi í Klaksvík úr Gerðum til Ánirnar. Umkoyringarvegurin úr Gerðum til Ánirnar er mettur at kosta 60 milliónir krónur ella 40 milliónir krónur bíligari enn meirkostnaðurin av at byrja tunnilin í Gerðum og gera longri veg í Árnafirði. Tá Landsverk mælir til, at nýggi tunnilsmunnin verður nærhendis tí verandi í Ánunum og ikki verður fluttur í Gerðar, er tað eisini tí, at mesta ferðslan norður um Fjall kemur úr Klaksvík og ikki beinleiðis úr Norðoyatunlinum. Sambært Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum, so verður arbeitt við málinum, og væntandi verður uppskotið lagt fram á næsta tingfundi. Saman við øðrum er Alfred Olsen farin undir at gera økið á Nesi, har hermenn hildu til undir seinna heimsbardaga, til eitt krígssavn. Bæði málini komu í fyrra hálvleiki. Hanus Jacobsen legði Víking á odda tá 11 minuttir vóru spældir. Málið hjá KÍ gjørdi Predrag Pocuca fimm minuttir seinni. Bólturin rakti ein leikara hjá Víkingi áðrenn hann fór í málið. Hinir fýra dystirnir í Betri deildini verða í dag. NSÍ og B36 spæla í Runavík, Skála og 07 Vestur møtast á Skála, í Gundadali verður grannauppgerð millum oddaliðið HB og botnliðið AB og Suðringar og EB Streymur spæla í Trongisvági. Vinnur HB dystin móti argjamonnum í dag, verða teir heili 10 stig frammanfyri nummar tvey. Samstundis er 2. plássi hjá KÍ í vanda, tí vinnur NSÍ í dag á heimavølli móti B36, koma teir undir liðina á KÍ við sama stigatali. Kommunufelagið vil hoyra hvat kommunurnar halda um kommunalu samstørvini, nú alt økið verður endurskoðað. Tí eru kommunurnar spurdar um lógin skal orðast soleiðis, at eldraøkið verður lagt til einstøku kommununa at umsita, uttan nøkur krøv um samstarv við aðrar kommunur. Freistin at svara er longd til 10. september, upplýsir Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum. Vit hava fingið svar frá nøkrum kommunum og tær eru ymiskar á máli. Summar vilja halda fram við verandi samstarvi og aðrar kommunur vilja sleppa úr samstarvinum, sigur Eyðun Christiansen. Tá eldraøkið varð lagt til kommunurnar í 2015 varð ásett, at lógin skuldi eftirmetast eftir fimm árum. Avgjørt er tó at framskunda hetta, so eftirmetingin verður gjørd longu í ár. Serliga eru tað markamótini millum land og kommunur, afturberingarleisturin og lógarásetingarnar um kommunalu samstarvsøkini, sum skulu eftirmetast. Veðrið er gott at ganga og renna úr Gásadali til Sandavágs í dag og fyrsti rennarin er komin á mál. Tað var Peter Jensen úr Danmark, ið hevði tíðina ein tíma og 23 minuttir. Vit eru ovfarin av stóra áhuganum. Fyrstu ferð vóru um 80 fólk við og nú eru nærum 1.000 fólk, sum helvt um helvt renna og ganga, sigur Sølvi Símunarson, sum er ein av fyrireikarunum. Veðrið hevur verið ólagaligt higartil í havhestatíðini, men teir dagarnar tað viðrar, er væl at fáa, sigur nólsoyingurin Virgar Joensen, sum í dag er staddur tríggjar fjórðingar norðanfyri Fugloynna. Nú danska stjórnin ætlar at bjóða dreingum ókeypis koppseting ímóti HPV vaksinu, eiga føroysku heilsumyndugleikarnir at gera tað sama. Tað heldur Katrin Kallsberg, serlækni í kvinnusjúkum og tingkvinna fyri Tjóðveldi. Í Føroyum fáa gentur yvir 12 ár í boði ókeypis koppseting, men onki tilboð er til dreingir og menn. Og 1. februar var royndarverkætlan sett í verk, har ungir samkyndir og tvíkyndir menn millum 15 og 19 ár kunnu fáa ókeypis hpv vaksinu. Men nú hevur danska stjórnin lagt uppskot fram um, at allir dreingir, ið eru fyltir 12 ár, eisini skulu fáa boðið ókeypis HPV vaksinu. Mett verður, at koppsetingin kann verja ímóti krabbameini í endatarminum og væntandi eisini í munninum og hálsinum. Og ein orsøk til at stjórnin vil bjóða dreingjum koppsetingina er eisini, at talið av gentum, ið hava latið seg koppseta, er minni enn væntað. Tó hækkar talið aftur, sigur Katrin Kallsberg, serlækni í kvinnusjúkum. Fyri 15 mánaðum síðani skrivaðu Sprotin og Bókhandlarafelagið út skaldsøgukapping og á midnátt í kvøld er freistin úti at lata søgur inn til kappingina. Og higartil eru 13 skaldsøgur komnar inn til kappingina, váttar Kári Árting, formaður í Bókhandlarafelagnum. Tá skipað varð fyri slíkari kapping seinast, fyri trimum árum síðani, komu sjey søgur inn. Hann sigur, at hann hevði ikki væntað at so nógvar skaldsøgur komu inn. Og tá er ikki óhugsandi, at onkur kemu.r afturat teir seinastu tímarnar. Seinast var vinningurin 50.000 krónur og hesaferð er hann 100.000 krónur Og Kári Árting útilokar ikki, at økti áhugin kann hava samband við at vinningurin hesaferð er størri. Í dómsnevndini eru fimm fólk. Tey eru Bergljót av Skarði, Pætur M. Dahl, Eileen Anthoniussen, Jonhard Mikkelsen og Bergur D. Hansen. Ætlanin er at vinnandi skaldsøgan skal ver a kunngjørd á Bókadegnum í Norðurlandahúsinum leygardagin 24. november. Umframt tær 100.000 krónurnar, fær vinnarin eisini útgávusáttmála við Forlagið Sprotan. Nú er lítil ivi um, at mest vinnandi liðið hjá monnum, HB, verður føroyameistari í ár. Í dag vunnu teir ein sannførandi 3 0 sigur móti botnliðnum AB í Gundadali. Toppskjúttin Adrian Justinussen legði HB á odda longu eftir 11 minuttum. Símun Samuelsen økti til 2 0 stutt fyri hálvleik. Og í seinna hálvleiki slóg Magnus Egilson sigurin fastan til 3 0. TB FCSuðuroy Royn EB Streymur 2 1 Málskjúttar Stefan Radosalovich og Búi Egilson fyri TB FCSu uroy Royn og Axel Danielsen fyri EB Streym 1. HB 55 2. KÍ 45 3. NSÍ 42 4. B36 37 5. Víkingur 36 6. Skála 22 7. TB FC Suðuroy Royn 21 8. EB Streymur 19 9. 07 Vestur 10 10. AB 9 Byggi og býarskipanarnevnd landsins hevur nú góðtikið broytingina í byggisamtyktini, sum skuldi til fyri at Smyril Line kann fara undir arbeiðið, og byggiloyvið er latið, sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu. Tjóðsavnið gjørdi eina fornfrøðisliga kanning, eftir at friðingarsak varð reist í málinum um Húsagarð, og kom til ta niðurstøðu, at garðurin ikki hevur nóg nógv listarligt ella søguligt virði er eftir til at garðurin eigur at friðast. Og hetta tilmæli fer Tórshavnar kommuna at fylgja, vísur Annika Olsen á. Málið er viðgjørt í mentanarnevndini hjá býráðnum, og hon hevur tikið ta støðu, at kommunan ikki fer at varðveita garðin , sigur hon. Í niðurstøðuni hjá Tjóðsavninum stendur, at broytingar fleiri ferðir eru gjørdar í húsunum, og tí er ov lítið eftir av upprunahúsinum eftir, til at tey eru verd at varðveita. Longu í samband við flytingina av húsunum av húsabrúgv, eru nakrar broytingar framdar av húsunum, millum annað er útbygdi duruin ikki gjørdur aftur, gólvbrettini eru ikki løgd á sama stað, og nýggj trappa er gjørd eitt annað stað enn tann upprunaliga. Í 1980 unum eru umfatandi umvælingar framdar, millum annað er takið broytt, ein nýggjur kvistur bygdur, stórur partur av høvuðskonstruktiónini í stovuhæddini er skiftur, og gólv og øll vindeygu og hurðar eru skift. Út frá hesum metir Tjóðsavnið ikki, at bygningurin er av slíkum serligum slagi, at síggjast kann burtur frá, hvussu lítið er eftir av uppruna konstruktiónunum, og hvussu lítið serstakar hesar eru í mun til aðrar bygningar, sum longu eru friðaðar. Í niðurstøðuni hjá TJóðsavninum stendur eisini, at savnið skilir sjónarmið um, at varðveiting kann vera relevant út frá øðrum metingum, eitt nú grundleggjandi, at tala er um Húsagarð, sum kann førast aftur til Landnámstíð, og hevur havt stóran týdning í søguni hjá Havnini, hóast bygningurin er væl yngri. Tí kundi ein varðveiting, eitt nú í skapi av flyting til annað stað, vera relevant, skrivar Tjóðsavnið. Og hetta hevur Føroya forngripafealg eisini víst á. Annika Olsen sigur, at kommunan hevur sett seg í samband við fyrrverandi eigaran av garðinum, og fer nú saman við honum at skráseta teir lutir, sum kunnu hava søguligt virði fyri søguna hjá Havnini. Hvørt talan kann gerast um at varðveita lutir ella um tlan bert verður um skrivliga skráseting, veit Annika Olsen ikki at siga. Men skrásetingarnar verða gjørdar skjótt, so eigararnar av grundstykkinum kunnu fara í gongd við at byggja hotell, sigur borgarstjórin. Annika Olsen vísur eisini á, at eitt sum hevur vigað tungt í málsviðgerðini er rættartrygdin hjá nýggja eigaranum av grundstykkinum. Kommunan skal hava sera góðar grundgevingar fyri at fara at friða Húsagarð nú aftaná at grundstykki er selt, og byggisamtyktin er broytt eftir góðkenninga av landsins mynduleikum , sigur Annika Olsen. Smyril Line hevur boðað frá, at miðja var ímóti at byrja graviarbeiðið mitt í august, og at nýggja gistingarhúsið við 126 kømrum skal verða liðugt 1. mai 2020. Í gjár segði útvarpið frá, at mánadagin verður spakin settur í til nýggja gistingarhúsið, sum Atlantsflog og eftirlønarfelagið LÍV skulu byggja í Havn. Húsavarðatænastan skal byggja gistingarhúsið, sum kemur at hava 130 kømur og skal eftir ætla eisini standa liðugt í apríl mai mánað í 2020. Skála 07 Vestur 5 0 3 0 15. minuttir. 1 0 Brian Jacobsen 41. minuttir. 2 0 Jákup Johansen 42. minuttir. 3 0 Brian Jacobsen 54. minuttir. 4 0 Jákup Johansen 84. minuttir. 5 0 Niels Pauli Danielsen Bruttoskuldin hjá kommununum í 2017 var 1,1 milliard. Nettoskuldin var 127 milliónir, og tí vantar ikki nógv í, at nettoskuldin hjá kommununum verður burtur, sigur Fíggjarmálaráðið. Tað merkir, at kommunurnar, tá tær verða tiknar undir einum, hava rásarúm at hækka nettoskuldina við umleið tveimum milliardum krónum, áðrenn tær røkka skuldarmarkið, sum er 23 prosent av eini persónsskattaálíkning. Í fíggjarætlanini fyri í ár hava kommunurnar hækkað rakstrarútreiðslurnar umleið fimm prosent, og íløgurnar eru hækkaðar 20 prosent, upp í 620 milliónir krónur. Á sumri í 2016 vóru fleiri milliónir bretar á vali, og at spyrja veljaran eina ferð aftrat, hevði verið grovt svik móti fólkaræðinum, skrivar bretski forsætisráðharrin. Boðini frá Theresu May koma fáar dagar fyri, at bretska parlamentið kemur aftur úr summarfrí, og umleið ein mánað fyri landsfundin hjá konservativa stjórnarflokkinum, sum byrjar 30. september. Rørslan People s Vote hevur arbeitt í loyndum at fáa parlamentslimir at leggja eitt uppskot fyri landsfundin hjá andstøðuflokkinum, Labour, sum verður um tríggjar vikur í Liverpool. Hetta uppskotið skal binda Labour til at taka undir við einari fólkaatkvøðu um eina endaliga avtalu við ES, tá Brexit er veruleiki. Skjalið, sum er komið undan kavi, vísir, at tey, sum velja Labour, vilja hava eina nýggja fólkaatkvøðu um framtíð Bretlands innan fyri ella uttan fyri ES. Og tá møguleiki verður at biðja um loyvi at leita eftir Open door skipanini, fara oljufeløgini heilt vist at liggja framvið at sleppa í aftur føroyskt øki. Tað er stórt, at so nógvar skaldsøgur koma inn til skaldsøgukappingina. Vit eru sera væl nøgd. Tað sigur Kári Árting, formaður í Bókahandlarafelagnum, sum saman við Sprotanum skipar fyri skaldsøgukappingini. Hann heldur eina orsøk til góðu undirtøkuna vera bæði tað, at vinningurin er 100.000 krónur, og at skotbráið hesaferð hevur verið 15 mánaðir. Tað koma lutfalsliga fáar skaldsøgur út á føroyskum, og tað er orsøkin til at skipað verður skaldsøgukappingini. Av teimum 220 bókunum, sum komu út á føroyskum í fjør, vóru bara tríggjar skaldsøgur, og tað er ov lítið. Harafturat kann ein long skaldsøga siga slíkt um fólk og samtíð, sum ikki kann lýsast í hagtølum, stuttsøgum ella blaðgreinum, og tí hevur tað týdning at fáa út skaldsøgur, sigur Kári Árting. Vit mugu verja okkara ungu betri í náttarlívinum. Vit kunnu ikki sum samfelag hyggja at, meðan ung fólk vikuskifti aftaná vikuskifti koma í óføri á dansistøðunum kring landið. Tí fari eg inniliga at heita á landsstýrismannin við vinnumálum um at áseta lógarkravt aldursmark fyri atgongd til dansistøð um náttina. Við uppskoti til løgtingslóg um matstovu og gistingarhúsvirksemi, sum er í løgtinginum, verða ásetingarnar, sum viðvíkja skeinking, tiknar úr rúdrekkalógini og fluttar yvir í ta nýggju lógina. Í sama viðfangi eigur at vera syrgt fyri, at eitt lógarásett aldursmark verður sett á atgongd til tey skeinkistøðini, sum ikki koma undir matstovu og gistingarhúsvirksemi so sum dansistøð heldur Djóni N. Joensen, løgtingsmaður. 2.300 fólk standa á bíðilista hjá Bústøðum eftir einum leigubústaði, men tað finnast ongi neyv tøl fyri júst hvussu stórur ella bráfeingis tørvurin er. Staðfestast kann tó, at tørvurin á leigubústøðum í Føroyum er sera stórur kring alt landið. Dagliga leita fólk á facebook eftir bústaði, og á Bústøðum merkja tey eisini tørvin, sigur Andras Róin, stjóri. 2.300 fólk standa á bíðilista hjá Bústøðum eftir einum leigubústaði, men tað finnast ongi neyv tøl fyri júst hvussu stórur ella bráfeingis tørvurin er. Men veruligi tørvurin er nógv hægri enn tað, er varhugin hjá stjóranum á Bústøðum, Andrasi Róin. Har merkja tey dagliga, hvussu stór neyðin er millum fólk. Tað vísir ein uppteljing av, hvussu nógv hús standa tóm í ávísum kommunum í Føroyum. Tað er serliga í Sundalagnum, í Suðri og á Sandoynni, at nógv hús standa tóm. Tað sama er ikki galdandi fyri Gøtu, Leirvík og Fuglafjørð. Kommunufelagið hevur biðið kommunurnar um at telja hvussu nógv av husunum í kommunum standa tóm, men enn hava Tórshavnar Kommuna, Klaksvíkar Kommuna, Runavíkar Kommuna og Skopunar Kommuna ikki svarað. At Skopun ikki er við merkir, at tølini fyri Sandoynna ikki eru fullfíggjað men taka vit Sandoynna uttan Skopun, so stendur triðja hvørt hús tómt. Í Sunda Kommunu er tað serliga Tjørnuvík, Haldórsvík og Gjógv, sum hava tóm hús standandi, sigur Heðin Zachariassen, borgarstjóri. Øðrvísi er á Skálafjørðinum har standa 9,3 prosent av húsunum tóm, og í Fuglafjarðar og Eysturkommunu standa 4,5 prosent av húsunum tóm. Tað skriva tey fýra umboðini fyri Javnaðarflokkin í býráðnum á Tvøroyri Súsanna Bertholdsen, Bogi Johannesen, Bjarni Hammer og Kristina Kambsskarð Sørensen á síni facebooksíðu. Listin av samtyktum, sum ikki blíva framdar verður longri og longri, og tað vilja vit ikki góðtaka skriva tey. Tey seta spurnartekin við, um Kristin Mikkelsen megnar at røkja tvey fulltíðarstørvstørv, nú hann røkir ein løgtingsess eisini. Tað er býráðið, sum ger av, um borgarstjórin kann sita í løgtinginum. Borgarstjórin hevur dagligu leiðsluna av kommununalu fyrisitingini og hevur ábyrgdina av, at allar býráðssamtyktir verða avgreiddar ikki vanligi býráðspolitikkarin skriva tey fýra, sum altso hava meirilutani Tvøroyrar býráð. Hoyr alla sendiingina her. Við í sendingini her Petur Hans Dahl, Katrin Madsen, Andras Róin, Birna Mørkøre, Jógvan Sørin Hansen og Kristianna Mortansdóttir. Danin, Peter Jensen, var fremstur hjá monnum við tíðini 1.23.09, meðan Rigmor Napoleonsdóttir Arge úr Hvirluni var fyrsta kvinnan á mál. Tíðin hjá Rigmor var 1.28.18. Setanarnevndin er sett, og hon fer nú at taka støðu til, hvørjir umsøkjarar skulu koma til samrøðu. Starvið verður sett um tvær vikur. Høvuðsuppgávan hjá savnslæraranum er at miðla framsýningar hjá Tjóðsavninum til børn, ung og vaksin bæði úr Føroyum og útlondum, og at taka lut í framsýningartoyminum á savninum. Hósvíkingurin Helgi í Brekkunum hevur frá barnsbeini av havt stóran áhuga fyri seyði. Hann gekk burtur í haga í fleiri hagapørtum í bygdini. Og síðani hann seinast í áttatiárunum fór at røkta í heimbygdini, hevur hann miðvíst lagt seg eftir at fáa sum mest burtur úr seyðahaldinum. Hann var forvitin eftir at vita, um tað er rætt, at seyðurin í teimum kørgu fjallahøgunum hevur betri fiti enn aðrir hagar. Tá hann fekk møguleikan at kanna hetta, tók hann av. Segði læraraarbeiðið í Havn frá sær og tók við einum festi í heimbygdini. Neyva skrásetingin í sambandi við kanningina hevur givið seyðamanninum úr Hósvík møguleikar at gera fleiri aðrar niðurstøður, ið kunnu gagna føroyska seyðahaldinum. Lagt til rættis Tórður Mikkelsen. Árið í fjør var so gott, at inntøkurnar hjá kommununi vóru í alt 970 milliónir krónur slakar 100 milliónir krónur meira, enn kommunan hevði lagt upp fyri í fíggjarætlanini. Men tað ætlar borgarstjórin ikki. Pengarnir skulu brúkast til útbyggingar. Eitt nýtt røktarheim skal byggjast, ein nýggjur dagsstovnur skal byggjast, íløgur skulu gerast á ítróttaøkinum og vegakervið skal dagførast. Men sjálvt um stórar íløgur skulu gerast, so eigur kommunan so nógvar pengar, at tað er pláss fyri einum skattalætta, heldur Bússkaparráðið. Ja, tað sigur Búskaparráðið, men eg veit ikki, um tey hava hugt at teimum útbyggingum, sum standa fyri framman. Og tað er neyðugt at fáa tað framt, sigur Annika Olsen. Fólkatalið í høvuðsstaðnum veksur skjótt. 1500 fólk eru komin afturat seinastu fimm árini. Bara í fjør fluttu 76 børn undir skúlaaldur í kommununa. Tað er ein heilur nýggjur dagsstovnur, og tað var bara árið í fjør. Sjálvt um tað gongur væl í kommununi, og inntøkurnar vaksa, so krevur tað eisini stórar útbyggingar, vísir borgarstjórin á. Og tá inntøkurnar hjá einari kommunu eru so stórar, sum tær eru í høvuðsstaðnum nú, kann raðfestingin av kommunalum íløgum gerast tilvildarlig, heldur Búskaparráðið. Kommunan skal gera nógvar íløgur nú. Tað eru íløgur, sum ikki kunnu bíða, so vit høvdu ikki kunnað lagt stórvegis av pengum til síðis, sigur hon. Í 2017 varð áhugafelagið Búgva sett á stovn. Tað er eitt felag, sum arbeiðir fyri fjølbroyttari bústaðarmøguleikum í Føroyum. Tey merkja eisini dagliga stóra tørvin á bíligum leigubústøðum í Føroyum, sigur Elin Hentze, ið er nevndarlimur í felagnum og umsitari á facebookbólkinum, Fjølbroyttari bústaðir í Føroyum, sum er kjaksíðan hjá Búgva. Tað kemur fram, bæði tá fólk venda sær til felagið og í kjakbólkinum á Facebook, sum eitur Fjølbroyttari bústaðarmøguleikar í Føroyum. Samferðslumálaráðið heldur fyrst og fremst, at ein varskógvarskipan er eitt arbeiðsmarknaðarmál, sum av røttum hoyrir undir Samferðslumálaráðið. Tí skal ein kanning gerast fyrst, sigur Samferðslumálaráðið, sum rætt og slætt mælir frá í brævi til Fíggjarmálaráðið, at lógaruppskotið um varskógvaraskipan verður lagt fyri løgtingið. Eg haldi sjálv, at floytan er eitt vakurt og spennandi ljóðføri, við tað at hon kann so nógv. Floytan er bæði eitt aggresivt og innligt instrument, har tú kanst vísa nógvar kenslur. Soleiðis sigur Elsa Maria Dam, floytuspælari, í hesari útgávuni av sendingini Mítt ljóðføri og eg, har hon tosar um sína yrkisleið og sambandið við sítt ljóðføri. Sum smágenta fór at spæla floytu á musikkskúlanum, og meðan hon gekk í Hoydølum tók hon eisini musikkskúlamiðnám. Eftir studentaskúlan fór hon á Musikkhøgskolan í Malmø, har hon tók konservatoriuútbúgving sum klassiskur floytuspælari til symfoniorkestur. Elsa Maria Dam undirvísir í floytu á Tórshavnar musikkskúla, hon spælir í einum lítlum bólki og so er hon eykaleikari á Føroya symfoniorkestri, har hon hevur havt fleiri uppgávur higartil. Tað er fantastiskt at spæla við symfoniorkestrinum,og tað er nokk tað, sum er fremsta málið við at vera klassiskur tónleikari. Hoyr samrøðuna og tónleikin her Tað snýr seg um eina hending í Norðurlandahúsinum fríggjadagin, tá skúlin sendi dóttrina og fleiri av hinum næmingunum í framhaldsdeildini til minnilutafilmsfestivalin í Norðurlandahúsinum. Mamman heldur, at tiltakið er ladað , og at talan greitt var um at royna at fáa børnini at hava eina ávísa hugsan um minnilutar og ikki minst um samkynd. Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu, sigur, at áhugi er at byggja í Saksun, og kommunan hevur fingið umsókn um at byggja sethús. Samtykt er at játta 450 túsund krónur til verkætlanina í ár. Peningurin skal brúkast til at keypa lendi frá øðrum bóndanum í Saksun og til at gera veg. Restin verður gjørt næsta ár tað vil siga kant steinar, asfaltering og annað. Arbeiðið at útstykkja verður boðið út ein av fyrstu døgunum, tá øll formlig loyvi eru komin, sigur Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu. Orðaskiftið hevur flutt seg. Í dag er Svøríki eitt polariserað land, sigur Brandur Mortensen Nolsøe, sum er sosiologur. Hann hevur lisið og arbeitt í Svøríki seinastu trý árini. Sviar plagdu at halda seg aftur við at finnast at stóru tilflytingini. Tað hevur mest sum verið bannað. Støðan er ein onnur nú. Fólk siga sína meining, og tað eru serliga tey sum tala fyri, at tilflytingin skal minka, ið hava tikið blaðið frá munninum, sigur hann. Fjórði hvør í Svøríki er nú útlendingur. 16 prosent eru ikki úr vesturheiminum. Og tað eru serliga fólki úr Miðeystri og Afrika, sum elva til kjak í Svøríki. Samstundis sum fólk gera vart við seg við mótmælisgongum og siga, at tey vilja ikki hava fleiri tilflytarar við øðrum mentanum til Svøríkis, eru aðrar mótmælisgongur við øvugtum boðskapi í sama umhvørvi, har onnur fólk siga, at tey vilja ikki hava rasismu í Svøríki, vísir hann á. Hevur verið á breddanum leingi Svøríki hevur verið eitt humanitært stórveldi í Evropa, men ósemjan um tilflytarar ger nú, at tey politisku grundvirðini í Svøríki verða endurskoða. Í roynd og veru hava sviar verið ósamdir um friðskjól og tilflytarar í tvey áratíggju. Kanningarnar frá 90árunum vísa, at sviar hava ikki verið á einum máli, um tilflytingin skal vaksa ella minka. Tað orðaskiftið hevur kortini ikki ávirka politisku kósina nevnivert, sigur Brandur Mortensen Nolsøe. Formaðurin Jimmie kesson hevur harðliga ávarað ímóti, at vælferðarskipanirnar verða settar undir trýst. Og kesson hevur eisini klárað at sett dagsskránna, meðan Javnaðarflokkurin við forsætisráðharranum Stefan Løvfen á odda missir undirtøku. Boðskapurin hjá Javnaðarflokkinum hevur sum heild ikki verið serliga týðiligur. Stefan Løfven hevur brúkt størsta partin av sínari orku at finnast at Svøríkisdemokratunum, heldur enn at vísa á, hvat Javnaðarflokkurin vil sjálvur, sigur hann. Vit ganga út á Borðuna saman við nólsoyinginum Jógvani Thomsen. Vit taka leiðina í neðra oman fyri Tjørnunes, steðga á í fleiri støðum, og enda 1. partin í Kassunum, sum er forn búseting stutt sunnanfyri Tjørnunes. Frítíð og náttúra hevur eisini hitt miðvingin, Hans Hansen, sum regluliga fiskar síl á Fjallavatni. Hann harmast um tey sjónligu spor, sum lendisakførini gera í náttúruni. Fiskiskapurin hjá frítíðarfiskarum í Saksun hevur verið brúkligur í ár, heldur Jens Christian Carlsson. Nógvi alilaksurin, sum slapp út í fjør, er eisini komin niðan í Saksunarvatn, og hann ávirkar. Nógv trýst er á laksavøtnini, Leynavatn og Saksunarvatn, so vit áttu at umhugsa at fingið onnur laksavøtn, heldur Jens Christian. Jógvan Thomsen er náttúruáhugaður sum fáur. Á túrinum suður á Borðuna greiðir hann frá fugli, seyði, náttúrufyribrigdum og søgu og siðsøgu. Vit eru í Kassunum, Millum Klettarnar og við Hólmavatn. Røðin er í alt 20 partar, men býtt sundur, so vit í fimm fylgjandi pørtum fylgja trimum ymiskum dýraungum ymsastaðni í heimimum frá tí, teir eru pinkalítlir, til teir eru vaksnir, og tað er ikki altíð bara sum at siga tað, tí náttúran kann vera ógvuslig, og onnur vandamikil dýr kunnu liggja og lúra allastaðni. Hvussu man tað vera at hava 8 systkin, at foreldrini eru farin hvør til sítt, at vera tvíburi, at hava spastisk bein ella at missa annað av foreldrunum Seinnapartin sunnudagin verður ítróttahøllin í Kollafirði karmur um ársins stórsteypadystir í hondbólti, har tey bestu farna kappingarár hjá kvinnum og monnu kappast um Lionsbikarið. Fyrri dysturin er klokkan 15 millum kvinnurnar hjá VÍF og Kyndli, ið vóru tey bæði liðini, sum síðsta kappingarár spældu bæði finaluna í steypakappingini og heilar tríggjar finalur um føroyameistaraheitið. Seinni dysturin verður millum mansliðini hjá H71 og Kyndli. H71 vann føroyameistaraheitið og kom eisini í steypafinaluna, har Kyndil tó var drúgvara felagið og vann. Hetta er fimta árið, at spælt verður um Lionsbikarið. Kyndilskvinnur vunnu í fjør og í 2014, og tær eru við fyri fjórðu ferð, meðan VÍF kvinnurnar, ið taptu við einum máli fyri tveimum árum síðani, eru við fyri aðru ferð. Menninir hjá H71 hava spælt og vunnið síðstu tvær ferðirnar og eru nú við fyri triðju ferð, meðan hetta er aðru ferð, at menninir hjá Kyndli spæla um Lionsbikarið, ið teir vunnu í 2014. Lions Club Tórshavn skipar fyri dystunum í samstarvi við Hondbóltssambandið, og sum vanligt fer ágóðin av dystunum báðum til vælgerandi endamál. Vilhelm Vilhelmsen, Hørður Trygvason, Nicholas Satchwell, Brandur Halgirsson og Vilhelm Poulsen er úttiknir á A landsliðið fyri fyrstu ferð. Áki Egilsnes, Nicklas Selvig, Allan Norðber og Niklas Simonsen eru ikki við, tí teir eru upptiknir fyri síni feløg í Danmark og Íslandi. Hópurin Nicholas Satchwell Neistin Hørður Trygvason H71 Rói Berg Hansen FIF Sjúrður Olsen VÍF Brandur Halgirsson H71 Hans Eli Sigurbjørnsson KÍF Fríði Hammer Weyhe Aars Jónas Gunnarson Høj Tróndur Kragesteen Neistin Kjartan Johansen Viking Stavanger Peter Krogh H71 Vilhelm Poulsen H71 Vilhelm Vilhelmsen Team Klaksvík Helgi Hildarson Hoydal Viking Stavanger Rókur Akralíð Kyndil Rógvi Dal Christiansen Kyndil Hoyr allla sendingina her Luttakarar í sendingini Herálvur Jacobsen, Hans Pauli Strøm, Kári Holm Jacobsen, Djóni Eidesgaard og Jógvan K. Mørkøre Loran C støðin á Eiði var virkin í 56 ár. Alt tíðarskeiðið sendi støðin radiobylgjur, sum segði skipum og flogførum, hvar tey vóru stødd. Møguleikin at taka fiskivinnuna úr Hoyvíkssáttmálanum varð nevndur á fundinum millum Guðlaug ór órðarson, uttanríkisráðharra í Íslandi, og Poul Michelsen, landsstýrismann í uttanríkismálum, í Havn í gjár. Grønlendska landsstýrið fer nú aftur at gera eitt uppskot um nýggja fiskivinnulóg. Tað upplýsir landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Erik Jensen, fyri grønlendskum miðlum. Tá fiskivinnulógin var til viðgerðar i landstinginum í heyst, hóttu fleiri reiðarí við at krevja stórt endurgjald frá Sjálvstýrinum. ST tekur nú fyrsta stigið til tess at verja heimshøvini, tí hóast víða havið er nærum helvtin av økinum í heiminum, so eru ongar reglur, sum stýra tí, ið fyriferst í havinum. Serfrøðingar rokna kortini við, at fleiri av stóru fiskivinnutjóðunum fara at vera ímóti samyktum, teirra millum verða Ísland, Noreg og Japan nevnd. Stovnurin, Global Fishing Watch, upplýsir, at tað bara eru fimm lond, sum fiska 85 prosent av fiskinum, sum verður veiddur á víðum havi, uttan fyri vanligu fiskimørkini, og tey eru Kina, Spania, Taiwan, Japan og Suðurkorea. Tað var betri, tá íslendingar og føroyingar vóru samdir um makrelin. Men tann semjan endaði í 2015, tá Føroyar, Noreg og ES gjørdu semju um makrelin. Semju, sum varar hetta árið afturat. Daði Már Kristófersson, umhvørvis og tilfeingisfrøðingur og professari í Íslandi, sigur við íslendska kringvarpið, at Ísland er verri fyri nú, tí minni makrelur er í íslendskum sjógvi nú. Tað var óheppið, at Føroyar gjørdu semju uttan um Ísland. Støða Íslands var sterkari, tá Ísland og Føroyar stóðu saman um makrelin, sigur Daði Már Kristófersson. Formaðurin í vinnunevndini hjá altinginum í 2015, Jón Gunnarsson, segði, at føroyingar stungu íslendingar í bakið, tá teir gjørdu makrelsemjuna við ES og Noreg. Eystari landsrættur fer í dag at viðgera kærumálið frá Peter Madsen, sum býarrætturin í Keypmannahavn dømdi lívlanga fongsulsrevsing fyri at hava pínt og dripið svenska journalistin, Kim Wall, umborð á kavbáti sínum í august í fjør. Peter Madsen og verji hansara hava tikið til eftirtektar, at býarrætturin dømdi Peter Madsen sekan, hóast hann ongantíð hevur játtað seg sekan í manndrápi. Peter Madsen og verji hansara vilja hava landsrættin at áseta eitt áramál fyri revsingina, og væntandi fer verjin at mæla rættinum til fongsulsrevsing í 12 16 ár, skriva danskir miðlar. Frammanundan hevur eisini Sjóvar kommuna boðað frá, at hon vil varðveita skipanina. Saman við Runavíkar kommunu hava tær báðar kommunurnar við Skálafjørðin samstarv um eldraøkið í Roðanum. Kommunufelagið hevur tí spurt kommurnar og samstørvini, um eldraøkið eigur at verða lagt út til hvørja einstaka kommunu sær, sum so kann velja at umsita eldraøkið einasamøll ella saman við øðrum kommunum. Lógin um kommunalt samstarv, sum hon nú er orðað, áleggur kommununum at vera í ávísum samstarvi um eldraøkið. Ikki allar kommunur eru so fegnar um tað. Í Sjóvar kommuna er niðurstøðan púra greið. Kommunustýrið heldur, at samstarvið við Nes kommunu og Runavíkar kommunu, sum eitur Roðin, er fyrimyndarligt. Býráðið í Sunda kommunu hevur eisini viðgjørt málið. Har varð samtykt at taka undir við uppskotinum um at broyta lógina um kommunalt samstarv, so tað verður hvør kommuna sær, sum skipar eldraøkið. Samstarv við aðrar kommunur er ikki eitt krav, men ein møguleiki. Amerikanski forsetin, Donald Trump, vildi hava sýriska forsetan, Bashar a Assad, tiknan av døgum í fjør. Men Jim Mattis, verjumálaráðharri, gjørdi ikki eftir áheitanini frá forsetanum. Tað stendur at lesa í einari nýggjari bók, sum víðagitni Watergate journalisturin, Bob Woodward, hevur skrivað, og sum kemur út fyrsta dagin. Sambært bókini, sum hevur heitið Fear Ótti valdar ruðuleiki í Hvítu húsunum. Trump vildi hava Assad tiknan av døgum í apríl í fjør, eftir at hann hevði brúkt eiturgass móti sivilfólki. Jim Mattis, verjumálaráðharri, segði, at hann fór at kanna málið, men endin var eitt avmarkað loftálop, sum ikki hótti sýriska forsetan. Bókin er einki annað enn íspunnar søgur frá fyrrverandi, misnøgdum starvsfólkum á forsetaborgini, sigur talskvinnan í Hvítu húsunum, Sarah Sanders. Hetta skal tó takast við tí fyrivarni, at íbúðarprísir ikki eru við í yvirlitinum, og prísurin á íbúðum í Tórshavn er vaksin lutfalsliga meira enn prísurin á sethúsum, skrivar Búskaparráðið. Frá 2006 fram til 2016 hevur munurin á prísinum millum hús í Havn og uttan fyri Havnina svingað millum 1 og 1,2 milliónir krónur, men í 2016 gjørdu húsaprísnir í Havn eitt lop, og tá fór prísmunurin upp um 1,5 milliónir. Prísirnir á húsum í Tórshavn hava verið vaksandi síðan 2012, og teir eru nú á væl hægri støði enn prísirnir í 2007 stutt áðrenn kreppuna. Húsaprísirnir uttanfyri Havnina eru við hesum prísvøkstrinum, vit nú síggja, eisini hægri, enn teir vóru í 2007. Tíðliga seinnapartin í dag varð boðað frá grind vestanfyri, tað skrivar JN.fo . Grindin var tætt norður úr Barðinum, og tað var ein bátur úr Sørvági, sum fann grindina. Fleiri bátar eru á veg til grindina. Roynt verður at reka grindina til Bíggjar, men rákið er ikki við, upplýsir sýslumaðurin fyri in.fo . Frítíðarvirksemið í føroysku náttúruni veksur, nú alt fleiri føroyingar og útlendsk ferðafólk leita sær út um bøgarðarnar at uppliva náttúruna, sigur heilsu og innlendismálaráðið. Umboð úr Heilsu og innlendismálaráðnum, Fiskimálaráðnum, Løgmansskrivstovuni og Uttanríkis og vinnumálaráðnum fara at gera uppskotið til lóg um gongd, uppihald, fyrilit, gjøld og annað í haga. Orsøkin er helst, at skipanin, ið var galdandi til 31. desember 2017 var soleiðis, at fiskiárið byrjaði 1. september og endaði 31. august árið eftir. Hesi viðurskifti eru broytt. Nú eru fiskiloyvini galdandi frá 1. januar til 31. desember. Tí skulu tey, ið hava fingið fiskiloyvi, ikki søkja fyrrenn til ársskiftið, skrivar Vørn á heimasíðuni. Men grindin verður ikki hildin til. Grindin skal merkjast, sigur Jacob Vetergaard, sýslumaður. Fólk av Náttúrugripasavninum eru á veg til Bíggjar at merkja grindina. Vit mugu finna eina loysn, soleiðis, at sambýlið ikki gleppur okkum av hendi, skriva tey í áheitanini til borgarstjóran Kristin Michelsen. Sambýlið við Sílá fór illa í illveðrinum í 2011. Kommunan á Tvøroyri vildi ikki sjálv umvæla bygningin, men seldi brøðrunum Remi og Kim Kambskarð tað, sum var eftir av bygninginum, fyri 400 túsund krónur. Bú og Heimatænastan vildi keypa bygningin fyri okkurt um 11 milliónir krónur. Bú og Heimatænastan avtalaði eisini við eigararnar at keypa bygningin. Teir báðir, Remi og Kim Kambskarð, hava innrættað bygningin eftir tørvi og ynskjum hjá eldrasamtarvinum. Men í tvey ár hava teir bíðað eftir, at avtalan fekk gildi. Orsøkin til, at avtalan ikki er vorðin veruleiki, er, at Búð og Heimatænastan er illa fyri fíggjarliga og hevur ikki fíggjarorku at fáa avtaluna í lag. Tey halda, at um Bú og Heimatænastan ikki fær keypt bygningin, so má Tvøroyrar kommuna keypa ella leiga bygningin, áðrenn hann verður seldur øðrum. Sum skilst ætlar meirilutin, at kommunan á Tvøroyri leggur út, og Búð og Heimatænastan letur Tvøroyar kommunu eitt gjald seinni, tá fíggjarviðurskiftini í eldrasamstarvinum eru komin upp á pláss. Eitt ivamál er kortini. Tað er, um kommunustýrið á Tvøroyri kann keypa ella leiga bygningin, tí tað er Bú og Heimatænastan sum hevur ábyrgdina av eldraøkinum. Framvegis eru nógvir leysir endar at knýta, áðrenn menningarkvotur fyri 2018 kunnu avgreiðast endaliga. Fiskimálaráðið er framvegis ikki liðugt at avgreiða fyrisitingarliga málið, sum fekk aðalráðið at halda aftur part av menningarkvotunum. Kæran frá eina umsøkjaranum er heldur ikki avgreidd, og ei heldur áheitanin frá Fiskimannafelagnum á aðalráðið um at tryggja sáttmálaviðurskiftini hjá manningunum, sum skulu fiska menningarkvoturnar. Á tíðindafundinum henda týsdagin 14. august boðar landsstýrismaðurin frá, at Fiskimálaráðið hevur lækkað svartkjaftakvoturnar 20 og silda og makrelkvoturnar 10 í mun til tilmælið frá nevndini sambært landsstýrismanninum tí ein umsókn krevur nærri viðgerð, eins og viðmerkingar frá umsøkjara. Síðani hevur ikki borið til at fáa útgreinað, hvat tað merkir. Málið er framvegis ikki avgreitt. Afturvendandi svarið frá aðalstjóranum í Fiskimálaráðnum er, at tað verður avgreitt skjótt. Bara fáar dagar eftir at Fiskimálaráðið lutaði út menningarkvoturnar fyri 2018 bað Varðin Pelagic aðalráðið um at viðgera umsóknirnar av nýggjum. Varðin Pelagic hevði tvær umsóknir um menningarkvotu eina um sild og makrel og eina um svartkjaft til surimiframleiðslu men fekk í báðum førum noktandi svar. Varðin Pelagic vísir á, at grundgevingarnar fyri noktandi svarinum eru ikki í tráð við lóggávuna og kunngerðina um menningarkvotur, og harumframt vísir virkið á fleiri, fyrisitingarligar manglar í sjálvari málsviðgerðini. Eitt triðja mál er kravið frá Fiskimannafelagnum um, at virki og onnur, sum fáa menningarkvotu, skulu hava avtalu við manningarfeløgni. Fiskimannafelagið óttast, at manningin kann vera fyri vanbýti, um virki við menningarkvotu fáa fríar teymar at gera avtalur við skip um at fiska hesar kvotur. Heldur ikki hetta málið er loyst enn. Sambært aðalstjóranum í Fiskimálaráðnum hevur hann bjóðað Fiskimannafelagnum á fund um málið í næstu viku. Tað hevur somuleiðis gingið striltið og tikið tíð at fáa innlit í tær avgerðir, sum metingarnevndin og Fiskimálaráðið hava tikið, tá menningarkvoturnar vórðu býttar út. Sambært tí innliti, sum higartil er latið, hevur Fiskimálaráðið í fleiri førum biðið tey, sum hava fingið tilsøgn um menningarkvotur, um at koma við fleiri upplýsingum og dokumentatión, sum Fiskimálaráðið skal góðkenna, áðrenn endaliga tilsøgnin um menningarkvotu verður latin. Fiskimálaráðið biður millum annað um íløguætlanir, fíggjarætlanir og rakstrarætlanir. Eisini verður biðið um váttan fyri, at veiða skal landast til ávís virki til dømis at uppsjóvarkvoturnar hjá Snarfrost og einum felag undir stovnan skulu landast til flakavirkið í Miðvági at menningarkvoturnar hjá Jókini skulu landast í Hvalba og Vestmanna, og at Vestmanna Fiskavirki bindir seg til at lata Vestmanna Seafood sínar menningarkvotur. Í øllum trimum dømum er orðingin í tann mun tað er gjørligt , skoytt uppí treytina. Eisini eru dømi um, at Fiskimálaráðið biður um skjalprógv fyri, at eginpeningur er til staðar til tað, sum umsøkjari sigur seg ætla. Sambært Rógva Reinert, aðalstjóra í Fiskimálaráðnum, hevur aðalráðið enn ikki fingið allar hesar upplýsingar frá teimum níggju feløgum, sum hava fingið tilsøgn um menningarkvotu. Helgi í Brekkunum segði læraraarbeiðið í Havn frá sær og tók við einum festi í heimbygdini Hósvík fyri at kanna fitina í seyðakjøtinum. Hann fann út av, at lomb, ið fáa nógva mjólk frá mammuni til tey verða flett, hava ósunnari fiti enn tey, ið eta nógv gras. Neyva skrásetingin í sambandi við kanningina hevur givið seyðamanninum úr Hósvík møguleikar at gera fleiri aðrar niðurstøður, ið gagna føroyska seyðahaldinum. Tórður Mikkelsen gjørdi sendingina í 2003 Eitt ónevnt starvsfólk skrivar í eini tíðargrein í New York Times , at umsitingin hjá Donald Trump stúrir so nógv fyri óútrokniliga atburðinum hjá forsetanum, at roynt verður at máa støðið undan forsetanum. Víst verður á eina serliga grein í grundlógini, sum kann setast í verk til tess at koyra ein forseta frá, sum ikki røkir uppgávu sína. Henda greinin kom í grundlógina í 1967, og hon skuldi tryggja, hvat skal henda í eini kreppustøðu, sum tók seg upp, tá John F. Kennedy, forseti, varð myrdur í 1963. Eitt nú varð henda greinin nýtt, tá Gerald Ford, varaforseti, tók við sum forseti eftir Richard Nixon, ið legði frá sær í kjalarvørrinum av Watergate gøluni. Men í hesum førinum verður tað gjørt til tess at verja samleikan hjá viðkomandi, og tí vandi er fyri, at viðkomandi missir starvið. Trump skilir ikki, at nógv embætisfólk í umsitingini arbeiða fyri, at hann skal leggja frá sær. Eg eri sjálvur millum teirra, verður sagt í tíðargreinini. Greinin sigur, at ráðharrar kunnu koyra forsetan frá, verður forsetin ikki hildin at røkja sínar skyldur í embætinum. Í einum slíkum føri tekur varaforsetin við forsetaembætinum. Hann spyr, um ónevndi høvundurin veruliga starvast í Hvítu Húsunum, ella um New York Times aftur, sum forsetin tekur til, hevur brúkt eina falska keldu Er persónurin til, eigur New York Times at útflýggja viðkomandi til stjórnina alt fyri eitt av trygdarávum, skrivar Donald Trump. Talskvinnan í Hvítu húsunum, Sarah Sanders, sigur, at tann, sum hevur skrivað tíðargreinina í New York, er ein ræðuskítur, og hon krevur, at viðkomandi leggur frá sær. Meðan unnustin starvast sum lækni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, veksur einsemi hjá ungu Ninu, ið tí endar við at roynsla og revsa sjeik sín fyri at fáa vátta kærleika hansara. Parið í høvuðsleikutunum eru donsku Marie Tourell Søderberg og Nikolaj Dencker Schmidt. Hetta eru útbúnir sjónleikarar, sum verða nógv brúktir í Danmark. Maria Winther Olsen sigur, at hon sá eitt brot við Mike í leikinum Rósa Maria, og tá helt hon alt fyri eitt, at hann hevði nakað, sum ógvuliga fáir føroyskir leikarar hava. Síðani 2014 er fólkatalið í Føroyum vaksið við 3.000 fólkum, og tað er ein óvanliga høgur fólkavøkstur. Hetta er sjálvandi gott, men tað skapar aðrar avbjóðingar, millum annað bústaðartrot. Orsøkirnar til bústaðartrotið eru fleiri enn bara sjálvur fólkavøksturin, men vaksandi áhugin fyri at búgva í Føroyum, so longi sum tak ikki er yvir høvdið á øllum, kann fara at verða ein proppur í fólkavøkstrinum, sigur Hans Pauli Strøm, sosiologur á Hagstovuni. Vit hava hoyrt frá fólki, sum ikki hava fastan bústað bæði í Havn og uttan fyri Havnina, og vit hava eisini staðfest, at tað eru fleiri orsøkir til trotið enn bara stóri fólkavøksturin. Aðrar orsøkir eru økta ferðafólkatalið, sentralisering og at vit eru ov sein á sjóvarfallinum. Hetta eru staðfestingar, og hvat gera vit so Bogi Jacobsen, tekniskur leiðari í Bústøðum, Elin Hentze, nevndarlimur í Búgva og Eyðun Christiansen, stjóri í Føroya Kommunufelag eru í orðaskifti um bústaðartrotið. Fleiri evni vóru á skránni í Málteiginum hesaferð. Tosað verður um orðið, regla, um at lata seg í og úr og um hvussu høll og vøllur eita í fleirtali. Eisini eru tummilsreglur á breddanum, og hesaferð umrøða vit, nær sagnorð fáa IR og UR ending í nútíð. Harafturat eru tvey nýggj orð til viðgerðar. Annað er miðmáli, hitt er gávubarn. Hin møguleikin er at lata peningin fara til kommunala útjavning, tað er at lata øðrum kommunum pening, ella at lækka skattaprosentið. Rentan er søguliga lág, og bústaðirnir kosta nógv at keypa. Hetta kann sum frá líður enda við, at tey, sum hava keypt bústað, koma í neyð, og hvørki hava ráð til at búgva í teimum ella selja teir. Fíggjareftirlitið hevur spurt 15 stórar og miðalstórar peningastovnar í Danmark um fígging til bústaðir í økjum, har sum fólkavøksturin er stórur, tað eru Keypmannahavn og grannakommunurnar og rhus. Fyribils niðurstøðan er, at nógvir peningastovnar hava lænt fólki pengar, sum ikki fara at klára eina niðurgongd í bústaðarprísinum. Í meira enn helvtini av spurdu peningastovnunum er meira enn 15 prosent av útlánunum til fólk, sum hava keypt bústað, hóast ogn teirra er negativ. Føroyar eru ikki við í hesari kanningini hjá danska Fíggjareftirlitinum, hóast tað eisini hevur eftirlit við teimum fýra peningastovnunum í Føroyum. Um hálvgum níggju tíðina setti bjargingartyrlan seg á tyrlupallinum við Landssjúkrahúsið við einum av manningini á einum grønlendskum trolara, sum varð vorðin sjúkur. Tað eru 1.090 fólk í Havn, sum enn ikki hava nakran lækna og ikki eru knýtt at nakrari viðtalu yvirhøvur. 13.176 hava ikki fastan kommunulækna, men eru tilknýtt avloysarum. Tey búgva í Suðuroy, Fuglafjarðar læknadømi, Skálafjarðar læknadømi og Suðurstreymoyar læknadømi. Í juni søkti Heilsutrygd eftir 10 kommunulæknum. Trý søktu. Tvey av teimum størvunum eru nú sett, og Heilsutrygd viðger í løtuni triðju umsóknina. Tað merkir, at í løtuni hava 37.153 fólk egnan lækna, og 1. oktober hava umleið 1.500 afturat egnan lækni, sigur Egil á Bø, stjóri í Heilsutrygd. Tá tekur Amalia Danielsen yvir viðtaluna hjá Freddie Poulsen í Berjabrekku. Tað mangla trýggir kommunulæknar í Havn, tveir í Suðuroy, tveir í Skálafjarðar læknadømi og ein í Gøtudali í Fuglafjarðar læknadømi. Tey, sum ongan lækna hava mugu ringja til onkran annan lækna og vóna at sleppa framat har, men tað er upp til læknan, um viðkomandi sleppur framat, sigur Egil á Bø. Hpyr alla sendingina her Við í sendingini eru Eyðun Christiansen, Bogi Jacobsen, Elin Hentze, Guðrun Sólja Jacobsen, Sonni Larsen, Maria Winther Olsen og Elin Henriksen Scotland Yard og CPS segði mikudagin, at tað eru nóg nógv prógv móti tveimum russiskum monnum til at skuldseta teir fyri at hava samband við málið, tá ein fyrrverðandi russiskur njósnari og dóttir hansara vórðu eitrað við Novichok í mars í ár. Løgreglan hevur tó ikki handtikið menninar, ið eru í 40unum. Menninir eru eftirlýstir, og boð eru send út um at handtaka mennirnar, um teir koma inn í ES. Theresa May, forsætisráðharri, segði í gjár, at bretska stjórnin metir, at prógv eru fyri, at menninir eru partur av GRU fregnartænastuni, sigur BBC. Bretar hava biðið um fund í ST trygdarráðnum í dag, har ætlanin er at kunna limirnar, teirra millum Russland, um gongdina í málinum um neraveiturálopið á fyrrverandi russiska njósnaran, Sergej Skripal, og dóttur hansara, Juliu. Teir báðir russararnir, sum eru skuldsettir fyri eiturálopið á Sergej Skripal og dóttir hansara, eru eisini skuldsettir fyri at hava roynt at drepa ein bretskan løgreglumann, sum gjørdist sjúkur, tá hann kannaði íbúðina, sum russararnir búðu í. Ein talskvinna fyri russiska uttanríkisráðið sigur, at tey hava ongantíð hoyrt eftirlýstu russararnar nevndar, og at Bretland er komin við villleiðandi upplýsingum. Skulu vit enda ovaliga í bólkinum, so er tað neyðugt í bólkadystum sum hesum, har liðini grundleggjandi eru jøvn, at vinna heimadystirnar, sigur landsliðsvenjarin. Eftir góðu úrslitini í seinastu undankappingini, tá Føroyar fingu 9 stig í alt, eru fleiri farin at halda, at vit hava ikki havt betur landslið enn júst nú. Lars Olsen er ikki heilt ósamdur. Tað eru fleiri og fleiri av okkara monnum, sum spæla uttanlands og eru fastir partar av liðunum, og tað minnist eg ikki, at vit hava sæð fyrr. Við tí grundarlagi, so hevur tað faktisk ikki sæð betri út enn júst nú, men sum sagt, tað er á vøllinum, at vit skulu prógva okkara virði, sigur Lars Olsen, landsliðsvenjari hjá føroyska A landsliðnum í fótbólti. Seinast Føroyar og Malta spældu var í venjingardysti á Malta í 2013. Tá vann Malta 3 2. Seinast Malta spældi í Føroyum var í øðrum venjingardysti í 2004. Tá vunnu Føroyar 3 2. Føroyar og Malta spældu í 1997 tveir dystir sínamillum í undankappingini til HM endaspælið í Fraklandi í 1998. Føroyar vunnu báðar dystirnar 2 1. Í skrivi til Høgna Hoydal, landsstýrismann í fiskimálum og vinnunevndina hjá løgtinginum grundgevur felagið fyri, hví línuskipini og ikki kyrrahavsloyvini skulu sleppa at fiska tey 450 tonsini av toskakvotu, sum Føroyar fáa í býtisavtalu við kvotu av rossamakreli í Suðurkyrrahavinum. Felagið vísir á trý viðurskifti í fiskivinnuni, sum Felagið Línuskip onga ávirkan hevur á, men sum hava sent línuskipini á eina fíggjarliga oyðimarkargongd seinastu 10 til 12 árini. Vantandi atgongd til nýtt tilfeingi er ein forðing hjá línuskipunum. Og skiftandi landsstýri hava heldur ikki megnað at býtt um nýggj virði av uppsjóvarfiski við nýggj rættindi av botnfiski til línuflotan at fiska. Landsstýrismaðurin letur tí 450 tons av nýggjari toskakvotu á Flemish Kap til tey, sum eiga loyvi at royna eftir rossamakreli í Suðurkyrrahavinum. Grønlendska arbeiðsgevarafelagið mælir grønlendska landstinginum til at fella uppskotið um nýggja fiskivinnulóg, verður tað lagt framaftur í sama líki sum í heyst. Fyrr í vikuni boðaði landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Erik Jensen, frá, at hann fer at hava fund við umboð fyri fiskivinnuna um nýggju fiskivinnulógina. Men landsstýrismaðurin gjørdi samstundis greitt, at grundarlagið undir lógaruppskotinum verður tað sama sum í uppskotinum, sum datt burtur. At fiskimálaráðið ferð eftir ferð tosar um at lurta eftir sjónarmiðunum hjá vinnuni, men kortini ætlar at leggja uppskotið framaftur óbroytt, er ein andsøgn, sigur Brian Buus Pedersen, stjóri í arbeiðsgevarafelagnum. Arbeiðsgevararnir mæla landstinginum frá at viðgera uppskotið um nýggja fiskivinnulóg, fyrr enn málið er væl og virðliga viðgjørt frammanundan. Vit hava verið í 25 ára føðingardag hjá forlagnum Sprotin. Føðingardagurin verður hátíðarhildin við bókagildi, tónleiki og framløgum fram til leygardagin. Skráin hjá Føroyum 07.09.2018 Føroyar Malta 10.09.2018 Kosovo Føroyar 11.10.2018 Føroyar Aserbadjan 14.10.2018 Føroyar Kosovo 17.11.2018 Aserbadjan Føroyar 20.11.2018 Malta Føroyar Í annaðkvøld Dysturin millum Føroyar og Malta verður spældur í annaðkvøld klokkan 19.45. Bæði sjónvarpið og útvarpið siga frá dystinum. Umframt skjóting, verður millum annað eisini undirvíst í at taka byrsuna sundur og at reinsa hana. Góðkendur skjótivegleiðari verður við á skeiðnum, sum varar ein dag. MBM fer í heyst kring landið at skipa fyri vápnatrygdarskeiði, sigur Hákun Steingrímsson, stjóri í MBM. Gistingarhúsið verður í trimum hæddum, og verður lægri enn grannabygningurin hjá BankNordik, sigur Tummas Justinussen, nevndarformaður. 25 ára gamli miðverjin, Deni Pavlovic, kom til KÍ í ár úr serbiska felagnum Novi Pazar. Hann telist millum stinnastu verjuspælararnar í kappingini. Prísirnir á húsum í Havn hava verið vaksandi síðan 2012, og teir eru nú á væl hægri støði enn prísirnir í 2007, sigur Búskaparráðið. Munurin millum húsaprísir í Havn og aðrastaðni í Føroyum vaks sera nógv í 2006, og hevur ein prísmunur upp á eina góða millión krónur hildið sær fram til 2016, tá prísmunurin fór upp á 1,5 milliónir krónur. Prísmunurin hevur hildið sær omanfyri 1,5 milliónir krónur síðani. Hagtølini geva tó ikki eina heilt neyva mynd av prísgongdini. Eitt nú eru íbúðir ikki við í hagtølunum, og harafturat eru einans hús við grundøkjum millum 250 og 1.000 fermetrar tald við. Ein samd fíggjarnevnd mælti býráðnum til at lækka íløguupphæddina við trimum milliónum krónum og heldur at vaksa um afturgjaldingina av skuld við 15 heldur enn 12 milliónum krónum. Hesum tók býráðið undir við. Erik Jensen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur sagt fyri grønlendsku vinnuni, at uppskotið fer at verða lagt fyri landsstingið í heyst, og at tað verður sama uppskot, sum datt burtur í fjør, tí val varð útskrivað Øll uppskot, ið skulu leggjast fram, skulu sendast til formansskapinum fimm vikur, áðrenn landstingið kemur saman, boðar landstingsformaðurin frá í tíðindaskrivi. Til ber at fáa frávik, og landsstýrið hevur biðið um frávik fyri uppskotinum um fiskivinnunýskipan, men formansskapurin hevur ikki tikið støðu til málið, kemur fram í tíðindaskrivinum. Fylgisveinasendarar vórðu festir á fýra hvalir í eini lítlari grind á 15 hval, ið var funnin norður úr Vágoynni og rikin inn á sandin í Bø. Endamálið er at kanna ferðing og útbreiðslu hjá grind, ið kemur fram við Føroyum og at vita, hvussu stórt útbreiðsluøkið er, sigur Náttúrugripasavnið. Sendarnir á hvalunum er aktivir frá klokkan 7 á morgni til klokkan 11 fyrrapart. Hetta fyri at spara battaríð, so til ber at fylgja hvalinum longri. Fyrstu tíðina verður kunnað dagliga og sum frá líður verður ferðingin dagførd eina ferð um vikuna, stendur á heimasíðuni hjá Tjóðsavninum. Napoleon Smith hevur ein veikleika fyri gomlum súkklum. Mær dámar væl at finna onkra gamla súkklu og so seta hana í stand, sigur hann. Napoleon Smith stendur tí ofta spyrjandi á Sandvíkahjalla, tá hann sær, hvussu nógvar súkklur verða burturbeindar bert tí at eitt hjól er punkterað. Napoleon Smith er millum tey fáu í Havnini, sum javnan súkkla. Og hann ynskir at síggja fleiri súkklur í ferðsluni. Tí skipar hann og Føroya Nátturu og Umhvørvisfelag fyri tiltakinum Hjólvelting í dag, fríggjadagin. Seinnapartin samlast tey við Glasir, og so er ætlanin at súkkla saman oman í býin. Tiltakið er partur av altjóða rørslu, sum vil eggja fólki at súkkla meira í gerandisdegnum. Felagið Brigadahús, er so smátt farið til verka, og ætlanin er, at fyrstu húsini verða sett upp á Kambsdali fyrst í nýggja árinum. Alt sum hoyrir til húsini kemur úr Letlandi, og tí er talan um kappingarførar prísir, sigur Beinir Nolsøe Olsen og leggur afturat, at málið er at hava selt 25 hús, tá árið 2019 er liðugt. Úrslitini hjá Føroyum í síðstu fimm dystunum 03.09.2017 Føroyar Andorra 1 0 HM undankapping 07.10.2017 Lettland Føroyar 0 0 HM undankapping 10.10.2017 Ungarn Føroyar 1 0 HM undankapping 22.03.2018 Føroyar Lettland 1 1 Vinardystur 25.03.2018 Føroyar Liktinstein 3 0 Vinardystur Úrslitini hjá Malta í síðstu fimm dystunum 12.11.2017 Malta Estland 0 3 Vinardystur 22.03.2018 Malta Luksemborg 0 1 Vinardystur 26.03.2018 Finnland Malta 5 0 Vinardystur 29.05.2018 Armenia Malta 1 1 Vinardystur 01.06.2018 Georgia Malta 1 0 Vinardystur Á Vaglinum í Havn vil borgarstjórin Annika Olsen fáa heimild at seta pengar til síðis. Hon vil sleppa at seta avlopspengar í ein íløgugrunn. Vit vilja hava eina lógarheimild, har kommunurnar kunnu leggja pengar til síðis, um so er, at kommunan hevur tað rásarúmið. Tá kunnu kommunurnar spjaða íløgurnar yvir tíð, sum kann virka konjunkturjavnandi. Tann møguleikan hava vit so ikki í dag, sigur Annika Olsen. Kommunurnar eru álagdar at brúka sínar skattainntøkur í sama kalendaraárið. Tað vil siga, at kommunurnar hava ikki lógarheimild at seta pengar til síðis. Nei, vit standa ikki við einari ítøkiliari áheitan. Vit skulu kanna, um býráðið í Havn skal gera tað sjálvt, ella um Kommunufelagið skal við. Men vit halda, at tað er neyðugt, tí tað tænir øllum, sigur hon. Í praksis hevur tað verið so, at kommunurnar kunnu seta ávísar upphæddir til síðis. Lógarteksturin treingir til at vera dagførdur, sigur landsstýriskvinnan í fíggjarmálum. Verandi lóg leggur upp til, at kommunurnar kunnu als ikki seta nakað til síðis. Tað hevði verið skilagott, um kommunurnar fingu høvi at føra ein meira konjunkturjavnandi politikk. Vil tað siga, at tit í Fíggjarmálaráðnum fara ikki eftir teimum kommununum, sum seta pengar til síðis, sjálvt um lógin ikki heimilar tí Eg havi spurt meg fyri í fyrisitingini, hvussu tað hevur verið søguliga, og sum eg skilji á lagnum, so hevur Fíggjarmálaráðið ongantíð verið eftir nøkrum kommunum, sum hava havt avlop og hava lagt avlopið til síðis, sigur hon. Kunnu eisini rinda skuld niður Nógvar kommunur hava skuld, so kommunurnar eru ikki noyddar at brúka pengarnar. Kommunurnar kunnu eisini bara minka skuldina í góðum tíðum, og so økt skuldina aftur, tá tíðirnar verða verri, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum. Í Barnaútvarpinum hesa vikuna hoyra vit um tað at lesa. Hví skulu vit lesa Hesa ferð fer Turið Kjølbro at greiða frá kanningini av lesivanum hjá børnum, sum var gjørd seinast í 2017 og fyrst í 2018. Eisini siga børn sína hugsan um tað at lesa. Ein mamma sigur eisini, at hon lesur fyri børnum sínum. Men tað verður ikki nú mánakvøldið, at Kristin Michelsen skal taka støðu til, um hann vil vera borgarstjóri á Tvøroyri ella løgtingsmaður. Mánakvøldið í hesari vikuni tann 3. september sendu Kristina Roest, Súsanna Bertholdsen, Bjarni Hammer og Bogi Johannesen bæði kommunustjóranum og borgarstjóranum ein teldupost. Á býráðsfundinum tann 13. februar 2017 varð loyvi givið Kristini Michelsen at vera borgarstjóri fulla tíð hjá Tvøroyrar kommunu, samstundis, sum hann situr sum løgtingslimur. Kommunustjórin Jónleyg Jespersen Bech sigur, at tað er borgarstjórin, sum setur mál á skrá til býráðsfundir, og hon vísir annars til borgarstjóran Kristin Michelsen. Og Kristin Michelsen sigur, at skráin til býráðsfundin mánakvøldið er so rúgvismikil, at tað er ikki pláss fyri málinum um hansara dupultmandat. Orsøkin er, at Føroyanevndin hjá danska Fólkatinginum vitjar í Suðuroy mánadagin, og sum borgarstjóri er Kristin Michelsen ein av vertunum. Men Kristin Michelsen sigur, at tað eru nøkur viðurskifti, sum skulu kannast, áðrenn málið, um hann kann sita sum bæði borgarstjóri og løgtingsmaður samstundis, er búgvið til ein býráðsfund. Javnaðarflokkurin í býráðnum á Tvøroyri heldur, at borgarstjórin røkir ikki sínar skyldur, sum hann skal sambært kommunustýrislógini. Listin av samtyktum, sum ikki blíva framdar, verður longri og longri, og tað kunnu vit ikki góðtaka. Er tað tí, at hann ikki megnar at røkja tvey fulltíðarstørv , spurdu javnaðarumboðini í býráðnum á Facebook sunnukvøldið. Arbeiðsbólk við fólki úr økinum er settur at koma við hugskotum um, hvussu húsini kunnu brúkast í mentanarligum og listarligum høpi. Kommunan hevur keypt tveir matriklar sum eru tilsamans 3.700 fermetrar. Prísurin er 800.000 krónur, og tá er húsið við í prísinum. Óhappið hendi, tá báturin var staddur í Skopunarfirði. Løgreglan frætti um tilburðin, tá ein kvinna varð flutt á Landssjúkrahúsið tí hon hevði fingið skaða í ryggin. Skiparin á RIB bátinum er ákærdur fyri brot á kunngerð frá 2008 um manning á førum minni enn 20 bruttotons í strandarsigling, sum sigla við upp til 12 ferðafólkum. Ákæra er eisini reist, tí manningini taldi bert EIN, hóast fleiri enn 5 ferðafólk vóru umborð, og tað er ikki í tráð við kunngerðina. Og hesin hevði hvørki størra dugnaskaparsprógvið í sigling, góðkent trygdarskeið fyri sjófólk ella heilsuváttan fyri sjófólk. Heldur eingin persónur við dugnaskaparsprógvi í motorpassing var umborð, hóast báturin hevði størri framtøkumegi enn 100 KW. Felagið, sum eigur bátin, er ákært, tí felagið hevði ábyrgdina av, at báturin sigldi við ferðafólki, hóast siglingarloyvið til ferðafólk ikki var endurnýggjað. Maðurin er skuldsettur fyri at hava meira enn 135 túsund pornografiskar myndir av persónum yngri enn 18 ár, umframt meira enn 2.400 filmsbrot. Maðurin er eisini skuldsettur fyri at hava sent barnapornografiskar myndir og filmar víðari til onnur. Í fleiri førum er talan um filmar av allar grovasta slag. Tað er National Cyber Crime Center í Danmark, sum boaði løgregluni í Føroyum frá um málið. Løgreglan gjørdi húsarannsókn heima hjá manninum, og legði millum annað hald á telduna hjá manninum. Nógv bendi eisini á, at tað skuldi blíva hálvleiksstøðan, men stutt fyri hálvleik minkaði Michael Mifsud um munin til hálvleiksstøðuna 2 1. Tað endaði við, at hann við góðari avlevering spældi Hall Hansson í góða støðu, og hann setti bóltin í málið til endaliga úrslitið 3 1. Føroyska liðið kom til nakrar møguleikar aftaná 3 1 málið, men tóktist annars at vera nøgt við støðuna og leyp tí ikki líka nógv á. Føroyar Malta 3 1 2 1 31 minuttir. 1 0 Jóan Símun Edmundsson 38 minuttir. 2 0 Rene Shaki Joensen 42 minuttir. 2 1 Michael Mifsud 51 minuttir. 3 1 Hallur Hansson Eftir seinasta formansorðaskftið, sum var í sjónvarpinum í gjárkvøldið, tók almenna sjónvarpið frástøðu frá einari orðing hjá formanninum hjá Svøríkisdemokratunum undir sjálvum orðaskiftinum. Orðingin hjá Jimmie kesson var grovt generaliserandi, og SVT tekur frástøðu frá henni, segði sjónvarpsverturin Martina Nord eftir orðaskiftið. Tilflytarar fáa ikki arbeiði, tí tey eru ikki svensk, og tey passa ikki inn í Svøríki, segði floksformaðurin undir orðaskiftinum. Jimmie kesson svaraði aftur við at siga, at tey bæði vilja heldur taka pengar frá teimum fátøku og eldru, tí tey vilja hava fleiri tilflytarar og flóttafólk til Svøríkis. Ábyrgdarredaktørurin hjá svenska kringvarpinum, Eva Landahl, sigur við avísina Expressen, at tað er grovt generaliserandi at siga, at tilflytarar eru ein bólkur, sum ikki er svenskur, og sum ikki passar inn í Svøríki. Tað er ein orðing, sum peikar ímóti einum heilum bólki av fólki. Vit tóku frástøðu frá tí við atliti at okkara fólkaræðisligu skyldum, sigur hon. Tann almenna sjónvarpsrásin velur síðu og leggur seg út í politiska kjakið við at taka frástøðu frá meiningunum hjá einum floksformanni, og tað er ein gøla, sigur hann. Landsstýrið hevur sett sær fyri at minka rakstrarútreiðslurnar næsta ár. Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, vil kortini ikki seta eitt neyvt tal á, hvussu nógv rakstrarútreiðslarnar skulu minka. Landsstýrisfólkini fara nú at vita, hvør undirtøkan er millum samgongufólkini í løgtinginum. Landsstýrið, limir hjá samgonguni í Fíggjarnevndini og aðalstjórarnir vóru í Skálavík í vikuni og gjørdu fyrsta uppskotið um fíggjarlóg fyri 2019. Tá vinnuligt samskifti fer fram, henda ofta misskiljingar eisini hóast bæði skilja enskt. Tað sigur 26 ára gamla Jóhanna Magnusardóttir, sum býr lesur kinesiskt í Kina. Hon er í løtuni í holt við at gera eina kinesiskt føroyskt orðabók saman við eitt nú kinesisku Kimberly Joy, sum lesur til lærara í Føroyum. Harafturat er David Fossdalsá eisini við í toyminum, sum ger orðabókina. Tað er forlagið Sprotin, ið hevur ábyrgd av verkætlanini. Deildin hjá Danske Bank í Estlandi kann hava hvítvaskað pening fyri 150 millardir dollarar, ella umleið 1.000 milliardir krónur í okkara peningi, skrivar Wall Street Journal. Tað er 15 ferðir meira enn upphæddin, sum higartil hevur verið nevnd. Wall Street Journal skrivar, at tilsamans vórðu 150 milliardir dollarar fluttar úr Russlandi gjøgnum deildina hjá Danske Bank í Estlandi frá 2007 til 2015. Men tað er ógreitt, hvussu stórur partur av hesi upphæddini er hvítvaskaður. Sostatt hava russarar, sum eru raktir av tiltøkum, havt góðar møguleikar at hvítvaska pening, og fáa teir úr Russlandi. Hetta er onnur ferðin seinastu vikuna, at nýggjar upplýsingar koma um Danske Bank í Estlandi. Fyri fáum døgum síðani avdúkaði Financial Times innihaldið í einari innanhýsis frágreiðing í Danske Bank. Financial Times visti at siga, at bara í 2013 vórðu 192 millardir krónur úr okkara peningi fluttar úr Russlandi gjøgnum bankadeildina í Estlandi. Fíggjareftirlitið hevur eisini funnist hvassliga at leiðsluni og nevndini í Danske Bank, men Fíggjareftirlitið kemur kortini til ta niðurstøðu, at grundarlag er ikki fyri at skuldseta nakran í leiðsluni. Í Grønlandi eigur uppskotið um nýggja fiskivinnulóg ikki at verða lagt fram nú. Brúk er fyri longri tíð at gera neyðsemju um lógina. Tað sigur grønlendska fiski og veiðimannafelagið. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Erik Jensen, hevur boðað frá, at hann fer at lurta eftir sjónarmiðunum hjá vinnuni um nýggju fiskivinnulógina. Men hann leggur samstundis dent á, at uppskotið, sum nú verður arbeitt við, tekur støði í lógaruppskotinum, sum datt burtur, tá landstingsval varð útskrivað. Stjórin í fiski og veiðimannafelagnum sigur, at tað er ov tíðliga at leggja uppskotið fram í heyst, tí avleiðingarnar av lógaruppskotinum eiga at verða betur lýstar. Tí eigur lógaruppskotið í fyrsta lagi at verða lagt fram í vár, heldur fiski og veiðimannafelagið. Hvat er tað fyri land vit skulu møta í UEFA Nations League kappingini í morgin. Kosovo er rættuliga nýtt fótbóltsland og Leivur Frederiksen, sum er staddur í Kosovo, lýsir landið soleiðis. Hon skeyt upp at dagføra játtanarkarmarnar og geva kommununum heimild at støðla íløgur, samstundis sum landið og kommunurnar fluttu seg yvir í eina felags játtanarskipan. Landsstýriskvinnan fer í fyrsta umfari at venda sær til størstu kommunurnar, tær eru Tórshavnar kommuna, Klaksvíkar kommuna og Runavíkar kommuna. Val er til svenska Ríkisdagin í dag. Talan kann verða um eitt søguligt val, tí útlit eru fyri einum nýggjum politiskum landslagi eftir valið. Veljarakanningar vísa, at hvørki høgra ella vinstravongurin megna at fáa meiritiluta. Av tí at flestu flokkarnir hava sagt seg ikki vilja samstarva við Svøríkisdemokratarnar, eru útlit fyri eini uppgerð við blokkpolittikin, sigur Jóan Pauli Dahl Jakobsen, stjørnmálafrøðingur. Sálmarnir, ið sungnir verða eru, fyri prædiku, nummar 242 Kirkjan hon er eitt gamalt hús 593 Eg takki tær, Harri, fyrsti sálmur í sálmabóka uppískoytinum 239 Birt tú ljós í barmin nú Og eftir prædiku. 65 Drottur mín, Krist 346 Lov og tøkk og allan heiður Marjun Bæk prestur prædikar, Páll Reinert er deknur, við orglið situr Johann Restorff Jacobsen og klokkari er Petur Nolsøe Tøkningur í kirkjuni er Dánjal Tavsen Trump heldur, at ókendi skrivarin starvast innan amerikanska trygdargeiran, sigur ein av høvuðsráðgevunum hjá amerikanska forsetanum, og hon eitur Kellyanne Conway. Í samrøðu við tíðindastøðina CNN, sigur Kellyanne Conway, at hon er av somu áskoðan sum forsetin, at ókendi greinaskrivarin ikki starvast í Hvítu Húsunum og at viðkomandi eigur alt fyri eitt at siga hvør hann er, og siga seg úr starvi. Men CNN vísir eisini á ein lista, sum er komin frá fyrisitingini hjá forsetanum, at talið av fólki sum eru undir illgruna at hava skrivað tíðargreinina, er stytt munandi og Kellyanne Conway sigur, at hon ikki er áhuga í, at sakin framvegis verður kannað. Tó. sigur hon, at hon veruliga vónar, at rætti persónurin verður funnin. eg rokni við at viðkomandi avdúkar seg sjálvan, tí í tílíkum førum hava fólk hug at breggja sær fyri teimum skeivu fólkunum, sigur ráðgevin hjá amerikanska forsetanum, Kellyanne Conway, at enda við tíðindastovuna CNN. Kellyanne Conway var hon, sum hevði ein tann størsta leiklutin í valstrínum til amerikanska forsetavalið hjá Donald Trump. Ein teirra, sum amerikansku miðlarnir leggja undir at hava skriva tíðargreinina, er varaforsetin Mike Pence, men hesi avvísur staðiliga øllum ákærunum. Toppfundur í Útnorðri. Teir tríggir uttanríkisráðharrarnir Guðlaugur Thór Thórðarson, Vivian Motzfeldt og Poul Michelsen umrøddu støðuna í Útnorðri og kunnaðu hvønn annan um ætlanir og raðfestingar á uttanríkispolitiska økinum. Hetta stendur skrivað á heimasíðuni hjá Uttanríkis og Vinnumálaráðnum. Millum evnini á skrá vóru Brexit og møguleikar fyri øktum samstarvi á fleiri økjum. Í sambandi við, at Útnorðurráðið hevði ársfund í Løgtinginum í gjár, tóku uttanríkisráðharrarnir eisini lut í orðaskiftinum, tá evnið geopolitikkur var á skrá. Útnorðurráðið viðgjørdi saman við uttanríkisráðharrunum millum annað hvørja ávirkan veðurlagsbroytingar og økti spenningurin millum eystur og vestur kann fáa á Útnorður. Tað er ein sannroynd, at heimurin hyggur norðureftir. Tí er tað meira umráðandi enn nakrantíð at grannalondini í Útnorðri samstarva breitt og regluliga kunna hvønn annan. Tað er besti máti at tryggja, at Útnorður sum heild og londini hvørt í sínum lagi er ført fyri at møta teimum avbjóðingum, ið standa fyri framman og ikki minst teimum møguleikum, sum fara at stinga seg upp, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður. Øll atgongumerkini eru seld til UEFA Nations League dystin millum Kosovo og Føroyar í annaðkvøld. 15.000 áskoðarar vera til dystin. Áskoðarafjøldin hjá Kosovo er tiltikin fyri at vera harðmælt. Endamálið er at fjáltur skal koma á mótstøðuliðið. Men bæði málverjin, Gunnar Nielsen, og liðskiparin, Atli Gregersen ræðast ikki. Tvørturímóti, teir gleða seg Tórshavnar kommuna hevur havt ein fólkavøkstur seinastu trý árini uppá umleið 1000 borgarar, og hetta leggur stórt trýst á kommununa, at veita tær mest vitalu tænasturnar, sigur borgarstjórin, Annika Olsen. Rennarar frá Útilív Adventure Festival, fólk úr Nordic Coastal Cleanup og Ringrás ruddaðu Tjørnunesgjógv. Í alt vóru eini 30 fólk, ferlstu útlendingar, við í ruddingini. Hanna Ró og Hanna eru systkinabørn og búgva í Klaksvík. Hanna og Hanna Ró gera nógv stuttligt saman og meðan mamma Hannu er í Danmark, býr Hanna hjá Hannu Ró. Svenski Javnaðarflokkurin hevur fingið 28,4 prosent av atkvøðunum, tað er ein afturgongd á umleið 2,8 prosent. Moderatarna, sum eru næststórsti flokkur, hava fingið 19,8 prosent, sum er ein afturgongd á 3,5 prosent. Sverigesdemokratarnar er triðstórsti flokkur, og hava fingið 17,6 prosent av atkvøðunum, sum er ein framgongd á 4,7 prosent. Kim Kielsen í Siumut heldur fram sum landsstýrisformaður í Grønlandi, hóast landsstýrið slitnaði, tá flokkurin Partii Naleraq fór úr samgonguni seinnapartin í gjár. Kim Kielsen fer nú at kanna, um til ber at gera nýggja samgongu. Landsstýrið er nú í minniluta í landstinginum. Kim Kielsen sigur seg hava heimild at verða sitandi eina tíð enn. Landstingið er ikki saman í løtuni, og skal Kim Kielsen leggja frá sær, er neyðugt at kalla tingið saman. Landstingið kemur saman aftur 28.september. Tingið skal í dag viðgera lógaruppskotið um varskógvaraskipan fyri alment sett starvsfólk og uppskotið hjá andstøðuni um tunlar norður um Fjall á Borðoynni. Teir fýra flokkarnir í andstøðuni vilja, at partafelagið Norðoyatunnilin fær rætt til at fyrireika og forprojektera vegagerðina og tunnilsgerðina millum Klaksvík og Árnafjørð og millum Árnafjørð og Norðtoftir. Tvøroyar býráð fer í kvøld at viðgera áheitanina frá meirlutan í býráðnum, tað eru umboðini hjá Javnaðarflokkinum, um at hava eyka býráðsfund um málið við eldrasambýlinum við Sílá. Sambýlið við Sílá fór illa í illveðrinum í 2011. Kommunan á Tvøroyri vildi ikki sjálv umvæla bygningin, men seldi hann. Bygningurin er síðani bygdur uppaftur, millum annað so hann er egnaður til eldrasambýlið. Bú og Heimatænastan vildi keypa bygningin fyri okkurt um 11 milliónir krónur. Bú og Heimatænastan avtalaði eisini við eigararnar um at keypa bygningin. Men síðani er onki hent, tí Bú og Heimatænastan er ikki væl fyri fíggjarliga. Veljararnir í Svøríki kundu ikki í nóg stóran mun avgreiða sína atkvøðu í loyndum á ríkisdagsvalinum í gjár, og tí skal málið leggjast fyri Europaráðið. Tað sigur Michael Aastrup Jensen, uttanríkistalsmaður hjá Vinstraflokkinum í Danmark, sum eygleiddi ríkisdagsvalið í Svøríki í gjár. Hann fílist á, at hvør flokkur hevur sín egna valseðil við egnum frámerki á, og veljarar skulu so taka seðilin hjá tí flokkinum, teir vilja atkvøða fyri. Og seðlarnir standa alment frammi, so øll kunnu síggja, hvønn seðil einstaki veljarin tekur. Michael Aastrup Jensen hevur seinastu dagarnar verið í Malmø, har hann hevur fylgt við, hvussu hevur gingist við ríkisdagsvalinum. Hann fílist eisini á, hvussu valstríðið hevur verið, og nevndi millum annað á Facebook vanga sínum í gjár hendingina, tá almenna svenska kringvarpið tók frástøðu frá einari orðing hjá formanninum hjá Svøríkisdemokratunum undir sjálvum orðaskiftinum, sum varð sent á rás hjá kringvarpinum. Michael Aastrup Jensen er sum nevnt limur í danska fólkatinginum fyri Vinstraflokkin, og hann er eisni limur í nevndini hjá Europaráðnum, sum millum annað hevur til endamáls at fylgja við í, hvussu fólkaræðið hevur tað í teimum ymisku londunum. Etiska ráðið sigur, at neyðugt er at gera mannagongdir, sum tryggja, at bæði tann, sum varskógvar, og tann, varskógvað verður um, fáa eina virðiliga viðgerð. Fíggjarmálaráðið, sum hevur gjørt uppskotið um varskógvaraskipan fyri alment sett starvsfólk, sigur, at tíðin má vísa, nær ein eftirmeting er neyðug. Í juni var fyrstu ferð, at løntakarar í bólkinum byggivinna og onnur tilvirking vóru fleiri enn løntakarar í bólkinum, sum eitur fiskivinna og onnur ráevnisvinna. Hoyr alla sendingina her Við eru, Petur Hans Dahl, Jóan Pauli Dahl Jakobsen, Runa Preeti Ísfeld, Jóannes Jakobsen, Ingemar V. á Løgmansbø og Leivur Frederiksen. Í HM undankappingini til HM í Russlandi, sum var teirra fyrsta kapping, fingu teir eitt stig, sum kom frá javnleiki móti Finnlandi. Men nú skal sigurin í hús, tóktist vera lagið millum fjølmiðlafólkini, og tað kom best til sjóndar, tá ein sjónvarpsjournalistur reisti seg upp. Venjarin hjá Kosovo, Bernard Challandes, er 62 ár og kemur úr Sveis. Hann hevur drúgvar altjóða royndir, og hann var ikki bangin fyri at svara aftur. Eg havi virðing fyri tykkara kenslum, men vit kunnu ikki bara spæla við hjartanum, vit mugu eisini brúka vit og skil , segði Bernard Challandes. Tað er pláss fyri umleið 13.000 áskoðarum. Atgongumerkini vórðu øll seld eftir fáum tímum. Tað er neyvan hent áður, tá Føroyar er mótstøðuliðið. Vit spurdu hann, tá hugsað verður um søguna hjá Kosovo og landsliðnum hjá Kosovo, hvønn týdning tað hevur fyri hann at sleppa at umboða sítt fólk á vøllinum. At vit nú kunnu spæla altjóða landsdyst í Pristina er nakað serligt. Eg eri errin av, at eg kann vera ein av teimum, sum fer á vøllin fyri Kosovo. Vit skylda okkara undangongufólkum at geva okkara allarbesta avrik, tá vit eru í landsliðsblusuni hjá Kosovo, segði Samir Ujkani. Hoyr alla sendingina her Lutakarar í hesari sending eru, Øssur Winthereig, Barbara Samuelsen, Jón Brian Hvidtfeldt, Sofus Johannesen og Jóan Símun Edmundson Politiska støðan í Grønlandi er íkomin, tí Parti Naleraq í gjár fór úr samgonguni. Ósemja er um, hvør skal fíggja floghavnir í Grønlandi. Samfelagið hevur ikki brúk fyri einum vali nú, og tað er heldur ikki mítt mál, sigur Kim Kielsen, grønlendskur landsstýrisformaður, við grønlendska blaðið Sermitsiaq. Hann sigur seg vóna at fáa aðrar flokkar í landstinginum at samstarva. Landstingið er ikki saman í løtuni, og skal Kim Kielsen leggja frá sær, er neyðugt at kalla tingið saman. Landstingið kemur saman aftur 28. september. Og nú Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, fer óvæntað til Grønlands í dag at hitta Kim Kielsen, gjørdi hann álvara av hóttanini. Endamálið við fundinum millum Lars Løkke Rasmussen og Kim Kielsen er ein avtala, sum ber í sær, at danska stjórnin setur fleiri milliónir krónur av til undirstøðukervið í Grønlandi, skrivar Sermitsiaq. Lars Løkke Rasmussen og Kim Kielsen fara at samráðast um, hvussu danska stjórnin kann seta pening í grønlendska partafelagið Kalaallit Airports, sum skal byggja tríggjar floghavnir í Grønlandi. Tað vakti ans, tá tað frættist, at ein stór kinesisk byggifyritøka varð undangóðkend at bjóða upp á arbeiðið at gera floghavnirnar í Grønlandi. Bæði danskir og amerikanskir myndugleikar hava sagt, at teir stúra fyri, at Kina á henda hátt kemur inn gjøgnum bakdyrnar og fær ov stóra ávirkan á Grønlandi. Liðið Gunnar Nielsen málverji Gunnar Vatnhamar høgri bakkur Viljormur Davidsen vinstri bakkur Atli Gregersen miðverji Sonni Ragnar Nattestad miðverji Kaj Leo í Bartalsstovu høgri vongur Gilli R. Sørensen vinstri vongur Rene Shaki Joensen defensivur miðvallari Hallur Hansson sentralur miðvallari Brandur H. Olsen sentralur miðvallari Jóan Simun Edmundsson framherji. Í lógaruppskotunum fáa kommunurnar heimild at útvega, reka og leiga út íbúðir privat hvør sær, saman við øðrum kommunum ella saman við privatum feløgum og almennum stovnum. Í uppskotinum hjá Sonju Jógvansdóttir verður lagt upp til, at kommunurnar skulu stovna bústaðarfeløg til endamálið, og hetta fáa kommunurnar eisini heimild til í uppskotinum hjá Sjálvstýri, hóast tað ikki er eitt krav. Lógaruppskotini líkjast nógv yvirskipað, men nakrar ásetingar eru ymiskar, og ymiskt er, hvussu nágreinilig krøvini til kommunurnar og samstørvini eru. Ein stórur munur er, at tað í lógaruppskotinum hjá Sonju Jógvansdóttir er ásett, at Almannaverkið hevur ávísingarrætt til í minsta lagi 5. hvørja leiguíbúð. Tó kann víkjast frá hesum kravinum, um kommunurnar sjálvar skulu brúka íbúðina til sosial endamál ella serligar málbólkar. Hetta er ikki nevnt í lógaruppskotinum hjá Sjálvstýri. Í báðum uppskotum verður sett sum krav, at greiðar regglur frammanundan gerast fyri samstarvinum millum partarnar um íbúðarbygging. Í uppskotinum hjá Sjálvstýri eru reglurnar yvirskipað ásettar sum reglur um millum annað fígging, ábyrgdarbýti, og hvussu samstarvið annars verður skipað og kann enda. Í uppskotinum hjá Sonju Jógvansdóttir verða regglurnar nágreinaðar meira. Íbúðarverkætlanin skal góðkennast av kommunustýrinum, og hon skal í minsta lagi fevna um tekningar, kostnaðar og fíggjarætlan og eina burðardygga grøna orkuætlan. Samstundis skulu viðtøkurnar fyri Bústaðarfeløgini í minsta lagi fevna um reglugerð fyri roknskap, ársaðalfund, grannskoðan, nevnd ella stýri, og hvussu ognirnar skulu handfarast, um virksemið heldur uppat. Harafturat skal reglugerðin fyri útleigan fevna um reglur fyri bíðilista, gjøld og uppsagnir. Eisini skal hon fevna um treytir fyri, hvørji metingarstøði telja, tá ið bíðilisti verður gjørdur, og eisini skal mannagongd vera fyri, hvussu íbúðir vera tillutaðar. Í lógaruppskotinum hjá Sjálvstýri verður eisini sett sum treyt, at kommunan frammanundan hevur ásett reglur um prísáseting og tillutan av bústøðunum, og at tryggjað verður, at tað ikki verður farið undir at útvega bústaðir, uttan at tørvur er á tí. Í uppskotinum hjá Sjálvstýri er eisini ásett, at kommunan skal tryggja, at leigugjaldið stendur mát við íløgukostnaðin og leypandi útreiðslurnar. Og ásett er eisini, at kommunan hevur skyldu at viðlíkahalda ognina. Í báðum uppskotum eru ásetingar um, at kommunan kann selja bústaðirnir, um bústaðurin er ein ávísan aldur, og um tað ikki hevur verið møguligt at leiga hann út í ávísum tíðarskeiði. Í lógaruppskotinum hjá Sjálvstýri er ásett, at landsstýrismaðurin hevur eftirlit við kommununum í sambandi við virksemið, og í lógaruppskotinum hjá Sonju Jógvansdóttir er lagt upp til, at landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um treytir fyri bústaðarfeløg. Í báðum uppskotum verður nevnt, at orsøkin til lógaruppskotini er, at tørvurin á bústøðum hevur ongantíð verið størri, og at Bústaðir einsamalt ikki klárar at nøkta tørvin, og tí er neyðugt at kommunurnar fáa heimild at byggja íbúðir. Atfinningar vóru at uppskotinum tá tað varð lagt fram, millum annað tí at ongar viðmerkingar vóru til ymsu greinarnar í uppskotinum. Serliga grein 25 nevndin sum umrøddi uppskotið, hevði nógvar fundir í vetur, vár og tíðliga í summar, men einki úrslit spurdist burturúr, og tí datt uppskotið burtur. Nú ætlar so Aksel V. Johanne, løgmaður at gera enn eina roynd, fyri at fáa greiðu á, um hann skal leggja uppskotið fyri aftur løgtingið. Aksel V. Johannesen, løgmaður, vil ikki gera fleiri viðmerkingar, enn at fundur verður við floksformenninar. Hann vísir til tað, sum hann segði í ólavsøkurøðini, tá hann stutt nevndi stjórnarskipanaruppskotið. Stjórnarskipanararbeiðið fyllir skjótt 20 ár, og eg havi lagt stóra orku í málið, men tað hevur verið tungt. Stjórnarskipanin er ikki eitt samgongumál, men eitt mál fyri alt løgtingið og fyri allar føroyingar. Tí má alt løgtingið eisini vera við. Viljin hjá andstøðuni hevur verið avmarkaður, men eg fari kortini at tosa við formenninir eina ferð enn fyri at vita, um grundarlag er fyri at arbeiða víðari, segði løgmaður í Ólavsøkurøðuni. Hóast bara 300.000 krónur eru játtaðar til sakarmálskostnað hjá Taks í fíggjarlógini fyri í ár, eru tær tríggjar millónirnar, sum Taks er dømt at rinda Varðanum í Gøtu í sakarmálskostnaði, bókaðar á teirri kontuni. Taks stevndi og appelleraði, men Eystari landsrættur staðfesti dómin hjá Føroya rætti í sakarmálinum millum Taks og tey 11 fólkini, sum eiga partafelagið Varðan í Gøtu. Tað merkir, at Varðin vann sakarmálið, og at partaeigararnir ikki skulu rinda skatt av teimum fyrstu 887 milliónunum, um fyritøkan verður seld. Á botnlinjuni merkir tað, at eigararnir ikki skulu rinda 310 milliónir krónur í skatti, um teir velja at selja síni partabrøv í Varðanum. Merkið verður brúkt bæði í sorg og gleði og allar tíðir á árinum, so hví bara syngja um tað 25. apríl, heldur Jóannes Jakobsen fyri. Jana Rós Reynisdóttir er stúrin um úrslitið. Hon sigur, at alt ov nógv lesandi eru bundin av stimbrandi evnum, og tey fáa tað frá onkrum, sum hevur havt læknaávísing. Nýggj kunngerð frá íslendska heilsumálaráðnum kom í gildi 1. september, og sambært henni skulu nú allar ávísingar vera elektroniskar. Hetta skal millum annað forða fyri, at ávísingar verða falsaðar, skrivar íslendska Morgunblaðið. Í Barnaútvarpinum hesa vikuna hoyra vit um tað at lesa. Hví skulu vit lesa Hesa ferð greiðir Rigmor Dam frá átøkum, sum eru sett í verk. Eisini siga børn sína hugsan um tað at lesa. Ein mamma sigur eisini, at hon lesur fyri børnum sínum. Í Barnaútvarpinum hesa vikuna hoyra vit um tað at lesa. Hví skulu vit lesa Hans Jón, skúlastjóri greiðir frá. Vit eru eisini á Býarbókasavninum, har Hanne, sum er bókavørður, sigur okkum, hvat børnini lesa. Børnini siga sína hugsan og vit spyrja ein pápa, um hann lesur fyri børnum sínum. Skipanin er skapt sum eitt U og er flótandi rørleiðingar. Undir teimum hongur eitt tríggjar metrar djúpt skjúrt, sum minnir um kølararistina á einum bili. Rørið ger, at skipanin flýtur, og at plastik ikki flýtur uppi yvir, meðan skjúrtið far fatur í plastikki, sum er heilt niður í fáar millimetrar til støddar og upp í fleiri metrar. Hetta verður rikið við vindi, aldum og havstreymi, og eftir nøkrum mánaðum kemur eitt skip og tekur innsavnaða plastikkið við inn til lands. Talan er um størstu roynd nakrantíð í heiminum at rudda plast úr heimshøvunum, og loysnin er dýr. Verkætlanin kostar 157 milliónir krónur. Alilaksurin, sum sílafiskarin, Mortan Carlsen, fann í Leynará, er helst deyður av strongd, eru boðini frá djóralækna, tí alilaksur tolir ikki umstøðurnar í ánni. Hann segði eisini, at føroyska avrikið má verða frægari, tá Kosovo kemur til Føroyar í oktober, um ein føroyskur sigur skal koma í hús tá. Fleiri val vóru í Svøríki sunnudagin, og eitt valdømi hevði latið úrslitið til landstingið inn ístaðin fyri til Ríkidagin, sigur SVT. Vit hava fingið bræv frá teimum, og vit siga sjálvandi nei takk, sigur fjølmiðlatalsmaðurin hjá Moderata flokkinum við Dagens Nyheter. Teir siga, at sambært landsstýriskvinnuni í heilsumálum hevur Landssjúkrahúsið brúk fyri 17 milliónum krónum afturat í ár, skal raksturin ikki tálmast og viðgerðir bæði her og uttanlands útsetast. Vørn boðar frá, at útlit eru fyri, at kvotan av toski og brosmu í Eysturgrønlandi ikki verður fiskað í ár, og tí kunnu skip í bólki 3 nú søkja um loyvi at fiska tað sum verður eftir av fiski, eftir at seinasta tíðarskeiðið endar 16. september. Kvotan er avmarkað til skip í bólki 3, eftir kunngerð sum er galdandi fyri fiskiskap í grønlendskum sjógvi í ár, har talan er um botnfisk, rækjur og krabba. Vørn upplýsir, at í løtuni eru 223 tons av toski og 196 tons av brosmu eftir av kvotuni. Tað má takast við fyrivarni, tí skip fiska av kvotuni til 16. september. Um fleiri enn seks søkja, so verður avgerðin tikin við lutakasti, um, hvørji skip sleppa til Eysturgrønlands at fiska restina av kvotuni. Fiskamarknaður Føroya upplýsir á sínari heimasíðu, at trý frystilínuskip eru undir Grønlandi. Tey fiska mest av toski og nakað av brosmu. Tað sigur Magni Laksáfoss, løgtingsmaður, sum hevur uppskot í tinginum um at broyta orðið øl til egna framleiðslu í rúsdrekkalógini. Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, og Kim Kielsen, landsstýrisformaður, skrivaðu fyri løtu síðani undir samstarvsavtalu um umstríddu flogvallarverkætlanina, sum í gjár kostaði samgonguni í Grønlandi meirlutan í landstinginum. Peningurin skal brúkast til ein altjóða flogvøll í Nuuk og ein flogvøll í Illulisat, og danski staturin fær við avtaluni sindur meira enn triðingin í ogarluti. Í Keypmannahavn hevur ætlanin elvt til stúran, tí eitt statsligt kinesiskt felag varð undangóðkent til at bjóða uppá arbeiðið, og í tí sambandinum hevur spurningurin um trygdarviðurskifti verður á skránni í donsku stjórnini. Danska stjórnin vildi ikki hava, at Kina so ella so slapp fram at ognarskapinum til grønlendskar floghavnir. Vit avtaluni tryggja vit, at ognarskapurin til týðandi grønlendska infrakervið verður verðandi á grønlendskum og donskum hondum, segði Lars Løkke Rasmussen millum annað á tíðindifundi í Nuuk í gjár. Avtalan hevur elvt til stjórnarkreppu í Grønlandi. Meðan landsstýrisformaðurin og forsætisráðharrin skrivaðu undir hana, var mótmælistiltak uttan fyri, sum flokkurin Partii Nalraq skipaði fyri. 70 fólk vóru við í mótmælistiltakinum. Vittus Qujaukitsoq er formaður í Nunatta Qitornai, sum frammanundan er í samgonguni, og hann heldur eisini fram sum landsstýrismaður í ráevnum, arbeiðsmarknaði, innanlandsviðurskiftum og í norðurlendskum samstarvi. Ein onnur broyting er, at sitandi landsstýriskvinna í heilsu og granskingarmálum, Doris Jakobsen Jensen eisini skal umsita sosial og løgmál, nú Anthon Frederiksen er farin frá. Grønlendska landsstýrið hevði bara eina atkvøðu í meirluta í landstinginum, áðrenn Partii Nalerac fór úr samgonguni. Nú manglar Kim Kielsen, landsstýrisformaður tríggjar atkvøður fyri aftur at fáa meirluta í landstinginum. Thomas Munk Veirum frá grønlendska kringvarpinum sigur, at innleiðandi tingingar við andstøðuna longu eru farnar í gongd, men at fortíðar samstarv millum stóru andstøðuflokkarnar og Kim Kielsen og Siumut kunnu gerast ein avbjóðing. Fíggjar og skattanevndin hjá grønlendska landstinginum kallaði fyrrapartin í gjár Kim Kielsen, landsstýrisformann, í samráð fyri at fáa okkurt at vita um avtaluna, hann ætlaði at gera við Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharra. Fíggjar og skattanevndin fýlist einmælt hvassliga á, at hon einki fekk at vita um avtaluna, sum Kim Kielsen og Lars Løkke Rasmussen gjørdu í gjár. Nevndin mælti Kim Kielsen frá at skriva undir. Nevndin hevur havt málið um flogvøllirnar síðani í vár, og onnur viðgerð verður, nú landstingið kemur saman aftur um góðar tvær vikur. Nevndin er sera misnøgd við, at hon einki hevur fingið at vita um lutin hjá Danmark í málinum, skrivar formaðurin í nevndini, Hermann Berthelsen, sum er í flokkinum Siumut, sama flokki sum Kim Kielsen, í tíðindaskrivi, sum varð sent út fyri fundin í gjár millum Kim Kielsen og Lars Løkke Rasmussen. Danska stjórnin setur 700 milliónir krónur í tveir flogvøllir í Grønlandi og tryggjar grønlendingum aðrar 900 milliónir krónur í lagaligum lánum. Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, og Kim Kielsen, landsstýrisformaður, skrivaðu seinnapartirn í gjár undir samstarvsavtalu um umstríddu flogvallarverkætlanina, sum sunnudagin kostaði samgonguni í Grønlandi meirilutan í landstinginum. Peningurin skal brúkast til ein altjóða flogvøll í Nuuk og ein flogvøll í Illulisat, og danski staturin fær við avtaluni sindur meira enn triðingin í ognarluti. Umleið 300.000 russisk herfólk og 36.000 stríðsvognar og onnur hernaðarakfør taka lut í venjingini, sum skal verða í fimm dagar har eysturi í Russlandi. Stóra venjingin hevur fingið navnið Vostok 2018, og endamálið er at kanna, hvussu venjingarstøðan er hjá russiska herinum, sigur Valerij Gerasimov, generalur við tíðindastovuna TASS. BBC skrivar, at Altjóða Revsirætturin í løtuni umhugsar at rættarsøkja amerikansk herfólk, sum eru skuldsett fyri misnýtslu av fangum í Afghanistan. Trygdarráðgevin hjá amerikansku stjórnini, John Bolton sigur, at dómstólurin er ólógligur, og hann leggur eina við, at USA fer at gera alt fyri at verja sínar borgarar . John Bolton segði millum annað í røðu í Washington í gjár, at USA ikki fer at samstarva við ICC, og at USA sanniliga heldur ikki fer at melda seg inn undir skipanina við ICC. Upplýsingar hjá almennum stovnum og hjá aðalráðum kunnu misbrúkast, tí KT trygdin ikki er í lagi. Landsgrannskoðanin sigur, at ov nógvir stovnar og aðalráð taka ikki KT trygdina í álvara. Vandi er tí fyri, at upplýsingar hjá almennum stovnum ikki verða handfarnir rætt. Vandi er eisini fyri, at almennu leiðslurnar ikki varnast, at upplýsingarnar møguliga verða misnýttar. Men sambært frágreiðingini hjá Landsgrannskoðanini fyri 2017 taka ov nógvir stovnar og ov nógv aðalráð ikki hetta týðandi mál í álvara. Janus Egholm, grindaformaður í Hvalvík og Streymnesi, upplýsir fyri in.fo , at talan er um yvir 100 hval. Sambært grindaformanninum gekk drápið skjótt og væl. In.for skrivar, at hetta er aðru ferð í ár, at springarar verða hildnir til í Hvalvík. Fyrru ferðina var 8. juni, tá 11 springarar gjørdu landgongd. Á býráðsfundinum í gjár samtykti meirilutin í býráðnum, tað er Javnaðarflokkurin, at umsitingin tekur upp samband við eigararnar av bygninginum um at leiga bygningin við Sílá. Bjarni Hammer úr Javnaðarflokkinum mælti til, at umsitingin í Tvøroyar Kommunu tekur upp samband við eigarnar av bygninginum við Sílá fyri at gera ein leigusáttmála um so er, at formaðurin í Bú og heimatænastuni ikki finnur eina loysn. Borgarstjórin, Kristin Michelsen, sum ikki er partur av Javnaðarflokkinum í býráðnum, mælti hinvegin til, at Bú og heimatænastan, sum umsitur eldraøkið, skal arbeiða víðari við málinum. Borgarstjórin metir tað verða brot á lógina um eldraøkið, at ein kommuna leigar ella keypir bygningar uttan um Bú og heimatænastuna, sæst í gerðabókini. Men tá býráðið atkvøddi um málið, vóru fýra atkvøður fyri uppskotinum hjá Bjarna Hammer um, at umsitingin skal tosa við eigararnar um at leiga bygningin, meðan tríggjar atkvøður vóru ímóti. Kristin Michelsen, borgarstjóri, viðmerkti á fundinum, at hann fer at spyrja Kommunala eftirlitið, um heimild er at gjøgnumføra samtyktina hjá meirlutanum. Sambýlið við Sílá fór illa í illveðrinum í 2011. Kommunan á Tvøroyri vildi ikki sjálv umvæla bygningin, men seldi hann. Nýggju eigararnir bygdu síðani bygningin upp aftur, millum annað so hann er egnaður til eldrasambýli. Tá eldraøkið var lagt til kommunurnar 1. januar 2015 setti Bú og Heimatænastan í Suðuroynni sær fyri at keypa øll ellisheim og sambýli í oynni fyri meira enn 54 milliónir krónur. Barnaútvarpið og Nám hava samstarvað um undirvísingartilfarið, sum tekur støði í tí, ið fer fram í jólakalendaranum. Tilfarið er serliga ætlað miðdeildini. Jólakalendarin nemur við nógv ymisk evni og viðurskifti, sum næmingarnir heilt víst kunnu arbeiða víðari við eftir at hava hoyrt jólakalendaran, sigur Marjun Ziskason, sum saman við Gunvá Magnussen hevur framleitt undirvísingartilfarið vegna Nám. Ætlanin er, at næmingarnir skulu kunnu brúka jólakalendaran aftur so ella so í fyrst og fremst føroyskum men eisini í heimkunnleika og søgu og samtíð, sigur Gunvá Magnussen. Hoyr alla sendingina her Við í sendingini eru Leivur Frederiksen, Marjun Ziskason, Gunvá Magnussen, Sólvit Nolsøe, Árni Andreasen, Nomi Káradóttir Rasmussen, Gunnar Nolsøe og Ingi Rasmussen Tríggir bilar fingu skaða í óhappinum, og ein persónur fór á skaðastovuna til kanningar. Annars hendi eingin fólkaskaði í óhappinum. Bilarnir komu frá Velbastaðvegnum og koyrdu niðaneftir Marknagilsvegnum. Óhappið hendi á vegamótinum Marknagilsvegur Landavegur. Teir báðir fremstu bilarnir steðgaðu, tá ferðslan steðgaði, men tað varnaðist triði bilurin ikki, og rendi inn í bilin frammanfyri, sum so rendi á fremsta bilin. Talskvinnan fyri amerikanska innanríkisráðið sigur, at PLO hevur ikki víst vilja til at fara undir friðartingingar við Ísrael. Hinvegin hevur leiðslan í PLO fordømt amerikonsku friðarætlanina, hóast palestinar ikki hava sæð hana. Fyri stuttum avgjørdi stjórnin hjá Trump at strika árliga menningarstuðulin til Palestina og at taka seg úr altjóða flóttafólkastovninum hjá ST í Palestina. Palestinskir myndugleikar leggja nú trýst á altjóða dómstólin í Haag og vilja hava hann at kanna, um Ísrael hevur framt krígsbrotsverk. Sao Erekat, forstjóri í PLO, sigur, at felagsskapurin heldur, at stongda sendistovan hjá PLO í Washington vísir, hvussu langt USA vil fara fyri at verja brotsverk hjá Ísrael. Amerikanska uttanríkisráðið ávaraði í fjør PLO um, at sambært amerikanskari lóg er heimild at stongja sendistovuna, um palestinsku myndugleikarnir halda fram við at leggja trýst á altjóða dómstólin í Haag. Men talan er ikki um at avtaka verkfalsrættin, men at tryggja at lív og heilsa ikki verður sett í váða hjá teimum mest útsettu í einari verkfalsstøðu. Í viðmerkingunum til løgmanssrøðuna, stendur ein orðing, sum nú, hálvan annað mánaða eftir at Aksel V. Johannesen helt sína røðu, fær seks fakfeløg at mótmæla. Vit kunnu ikki góðtaka tað, at tað verður gjørd ein lóg, sum skerjir verkfallsrættin hjá fakfeløgunum. Myndugleikin hevur allan rættin á sínari síðu, og við at taka verkfallsrættin frá okkum, so hava vit einki, sigur Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Løgmaður hevur heitt á Samferðslumálaráðið, sum varðar av arbeiðsmarknaðarmálum, um at umhugsa, hvussu lóggáva kann setast í verk, har tað púra greitt framgongur, hvussu skal farast fram í verkfallsstøðu, har lív ella stór samfelagsvirði eru í váða. Hugt verður at, hvussu gjørt verður í okkara grannalondum, har sama arbeiðsmarknaðarmodel verður nýtt. Løgmaður heldur tó, at fakfeløgini eru ógvuslig í teirra orðum, tí talan er als ikki um at avtaka verkfallsrættin. Løgmaður heldur eitt nú, at tað er skilagott at hyggja eftir, meðan friður valdar, hvussu forðast kann fyri, at lív eru í váða, tá verkfall eitt nú rakar eitt sjúkrahús. Men fakfeløgini halda, at hetta er eitt sera álvarsamt brot á rættindi hjá einum parti á arbeiðsmarknaðinum, sum eru vunnin gjøgnum hart stríð. Fakfeløgini halda, at tað er at taka alt tað sum fakfeløgini hava bart fyri, síðani tey vóru sett á stovn, burtur. Er nøkur forðing fyri, at føroyingar frá føðing fáa eitt danskt CPR nummar aftur at føroyska P talinum Bárður á Steig Nielsen í Sambandsflokkinum hevur spurt Rikisumboðið um hetta. Hann sigur, at donsku sjúkrahússkipanirnar, sum vit í Føroyum eru knýtt at, brúka CPR nummur. Hetta hevur við sær trupulleikar, tá føroyskir sjúklingar fara á donsk sjúkrahús, sigur Bárður á Steig Nielsen. Hann hevur eisini spurt Ríkisumboðið um dupultan ríkisborgaraskap. Hann spyr, um tað er rætt, at fólk í einum ríki við felags statsborgaraskapi kann hava ymisk statsborgararættindi í teimum ymsu pørtunum í ríkinum. Bárður á Steig Nielsen spyr eisini, um føroyskir myndugleikar hava rætt til at geva og taka statsborgaraskapin frá fólki, sum búgva í Føroyum. Hann spyr, um føroyskir myndugleikar kunnu, um so skuldi verið, at Føroyar fara úr ríkisfelags skapinum, taka danska statsborgaraskapin frá fólki, sum búgva í Føroyum, í móti teirra vilja. Ríkisumboðskvinnan hevur longu ein fyrispurning frá einum øðrum tingmanni hjá Sambandsflokkinum. Edmund Joensen spurdi 21. august, hvat hendi á Eiði og á Eiðiskolli í øðrum heimsbardaga. Tað skal annar lútur til, um Føroyar skulu gera nakað við Kosovo í kappingini um at vinna bólk 3 í fjórðu deild í UEFA Nations League kappingini. Í Barnaútvarpinum hesa vikuna hoyra vit um tað at lesa. Hví skulu vit lesa Vit vitja Bókadeild Føroya Lærarafelags og hoyra um bókaklubban. Rachel Helmsdal skrivar bøkur, og hon sigur sína hugsan um tað at lesa og skriva. Børnini siga sína hugsan og vit spyrja ein pápa, um hann lesur fyri barni sínum. Flokkurin mælir til at hækka grundupphæddina, sum er skattafrí, úr 43.068 krónum um árið upp í 50.028 krónur hjá støkum og úr 32.796 krónum upp í 39.756 krónur hjá teimum, sum eru gift. Hækkingin er slakar 7.000 krónur um árið. Hon kostar landskassanum okkurt um 50 milliónir krónur um árið, sigur Sambandsflokkurin. Verðandi kirkjugarður er ikki fullur. Eini 20 legur eru eftir, sigur Eyðbjørn Thomsen, borgarstjóri. Næsta ár verður farið undir at velta jørðina. Kommunan hevur keypt lendi fyri 1.6 milliónir krónur at brúka til kirkjugarð. Talan er um góðar 16.000 fermetrar av jørð, sum er beint við gamla kirkjugarðin. Hetta økið skal partvíst brúkast til kirkjugarð og betri parkeringsviðurskifti har, men eisini til íbindingarveg til kirkjugarðin og miðstaðarøki. Danska stjórnin hevur sett 700 milliónir krónur í felagið, ið skal byggja stórar flogvallir í Grønlandi. Tann peningurin verður nýttur sum eginpeningur og síðani skulu aðrar 900 milliónir krónur lænast. Tær 700 milliónirnar, ið danir hava sett í, eru renturfríðar, og tær 900 milliónirnar, ið skulu lænast í tveimum, verða nú læntar við eini rentu, ið er helvtina lægri, enn hon hevði verið, um allur peningurin skuldi útvegast við láni, sigur Peter Wistoft. Tað hevur við sær, at inntøkukravið hjá felagnum er lægri og kann merkja, at eitt nú avgjøldini, ið flogvallarfelagið leggur á flogfeløgini og ferðafólkini, verða lægri enn upprunaliga ætla. Umframt tey sjey skipini, ið nú eru sett á sølulistan, eigur Thor eisini skeljabátarnar Norðheim og Varðborg, línubátin Leitisstein og garnaskipini Thor og Túgvustein. Hesi skipini standa ikki á sølulista. Hans Andrias Kelduberg, stjóri í Thor, segði tá við kringvarpið, at teir høvdu arbeitt í eina tíð við at selja tey eldru frálandaskipini burtur úr felagnum, millum annað tí tað er torført at fáa eldru skipini at lúka strongu krøvini, sum verða sett til frálandaskip. Hann segði, at hann hevði tikið ein Voltaren pillara og tveir Ibuprofen pillarar, sum er pínulinnandi heilivágur, og drukkið í mesta lagi hálva gulløl. Hjá leyvuungunum er hvør dagur ein kampur. Mamman lærir teir at veiða, men tá teir renna seg í tvær stórar kallleyvur, sum væl kunnu finna uppá at drepa teir, tá er tað ikki so spennandi longur. Fílaungin stríðist at koma upp á beinini, so hann kann fáa ein mjólksopa frá mammuni. Og so hava vit nósan, sum kemur í verðina á køldu skotsku strondini. Hann er bert fáar tímar gamal, tá fer mamman frá honum Floksleiðararnir í teimum fýra borgarligu flokkunum í Svøríki bjóða nú Stefan Løfven, sitandi forsætisráðharra til tingingar um politiskan stuðul at skipa nýggja borgarliga stjórn. Í opnum brævi undir yvirskriftini, Vit bjóða Stefan Løfven til samrøðu , skriva teir fýra floksleiðararnir, at hóast sitandi stjórn hevur fingið tveir tinglimir meira enn borgarligu flokkarnir, so hava tey borgarligu fingið fleiri atkvøður og eru tí besta boð uppá nýggja stórn í Svøríki. Floksleiðararnir vilja tosa við Stefan Løfven um samstarv tvørtur um miðjuna, tá tað snýr seg um spurningar, sum eru týdningarmiklir í longdini , so sum tilflyting, bústaðarpolitikk, pensjóns , verju og trygdarpolitikk. Í sitandi stjórn eru Sosialdemokratarnir og Umhvørvisflokkurin. Ytst vinstrumegin er Vinstriflokkurin, og tey borgarligu vilja ikki samstarva við hann, eins og borgarliga alliansan heldur ikki vil samstarva við Svøríkisdemokratarnar. SVT skrivar, at Stefan Løfven, forsætisráðharri seinni í dag fer at koma við viðmerkingum til innbjóðingina frá borgarligu flokkunum. Kim Kielsen, landsstýrisformaður í Grønlandi er vónbrotin um, at Partii Nalerac, sum fór úr samgonguni um vikuskiftið, ikki lat við seg koma, tá eitt mótmælistiltak hjá teimum í Nuuk mánadagin gjørdist hatursfult. Mótmælistiltak var, meðan Kim Kielsen og Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri undirskrivaðu nýggju milliardaavtaluna mánadagin, og Sermitsiaq skrivar, at óð mótmælisfólk bóðu Kim Kielsen fara úr sínum anorakki, tí tey ikki hildu hann vera rættan grønlending longur. Nøkur mótmælisfólk mæltu eisini til, at eg skuldi steinast og enntá hongjast, og at forsætisráðharrin skuldi fara heim, sigur landsstýrisformaðurin á facebookvanga sínum. At fyriskipararnir av tiltakinum altso Partii Naleraq sambært landsstýrisformanninum ikki lótu við seg koma, tulkar hann sum, at teir tóku undir við atburðinum. Sermitsiaq skrivar, at formaðurin hjá Demokratunum, Niels Thomsen, eisini tekur frástøðu frá atburðinum hjá mótmælisfólkunum, og hann vónar, at Hans Enoksen, formaður í Partii Naleraq er eins vónbrotin. Í kvøld og í annaðkvøld fara tónleikarar at heiðra Chuck Berry við konsert og frásøgn í ávíkavist Spaniastovu í Klaksvík og á Reinsarínum í Havn. Meinhard Jensen fer at siga frá um Rock and Roll undangongumannin, og sangir hansara verða tulkaðir av Janusi Petersen, gittar, Jens Paula Joensen, trummur, Jógvan Fróða Baldvinsson, bas, og Rana Nolsøe, gittar. Hvat er tað svenska, ella svenskhet, sum tað eisini verður kallað Hvørjum grundvølli stendur Svøríki á Og er Svøríki undir broyting Hetta eru millum nógvu spurningarnir, ið settir verða í hesum tematýsdegnum um Svøríki. Hans Holm, landafrøðingur, lýsir landið og fólkið. Rúna í Baianstovu, ph.d í sosialum arbeiði, sum arbeiðir við integratión í Svøríki, og Brandur Mortensen Nolsøe, sosiologur, sum hevur lisið í Lund í Svøríki, viðgera aktuellu politisku støðuna og rákið í Svøríki. Volvo, Scania og IKEA eru millum mongu svensku fyritøkurnar, sum standa seg væl á altjóða marknaðinum. Bjørn á Heygum, svenskur konsul, viðger svenska vinnulívið, og hví sviar eru so sterkir á altjóða pallinum. Astrid Lindgren skapti eitt serligt univers við Pippi Langstrump og Emil á Lønnebergi. Rakel Helmsdal hugleiðir um hetta serliga universið og setir tað í dagsins samanhang. Stockholm telist millum vakrastu býir í heiminum. Vit fara á ferð saman við Guðrið Højgaard, stjóra á Visit Faroe Islands, í svenska høvuðsstaðnum, har hon starvaðist í eitt áramál. Torbj rn Nystr m er svii, sum hevur búð í Føroyum seinastu 25 árini. Vit tosa við hann um, hvat tað svenska er, um uppvøkstur og svenska herin, og hvussu hann sær Svøríki í dag. Í triðja tímanum fara vit eina snarferð gjøgnum svensku tónleikasøguna saman við Knút Háberg Eysturstein, og vit spæla kendan svenskan tónleik. Tematýsdagur um Svøríki kann hoyrast her. Fiskimannafelagið heitti í síðsta mánaði á Fiskimálaráðið um IKKI at útskriva fiskiloyvini, fyrr enn virkini, sum hava fingið menningarkvotu, hava fingið lønarsáttmála uppá pláss við føroysku manningarfeløgini. Tey viðurskiftini eru ikki fingin uppá pláss. Men nú eru tey fystu fiskiloyvini so útskrivað, tað sæst á teyggjuni, sum er undir heimasíðuni hjá Vørn, sum er myndugleikin, sum hevur fiskiloyvini um hendur. Fólk, ið bera okkurt brek, ella hava eina øðrvísi útsjónd enn tey flestu, eru ógvuliga hugtakandi, og tey eru so sanniliga vøkur. Tað er tað, eg vil avmynda. Eg sá einaferð eina gentu, sum var albino. Hon stóð við eitt busskýlið, hugdi beint niður og gjørdi sum heild lítið burtur úr sær sjálvari. Onkursvegna bleiv eg alt fyri eitt hugtikin av hennara útsjónd, og bað hana lata meg avmynda seg. Hetta vildi hon, og tað bleiv ein fantastisk uppliving, tí eg sá, hvussu hon Hesar dagarnar, hann er í Føroyum tekur hann myndir, sum eftir ætlan verða at síggja í Norðurlandahúsinum í desember, í sambandi við at tann 3. desember er altjóða dagur teira, ið bera brek. Í gjár spurdi Fiskimannafelagið Høgna Hoydal, um hann ikki kundi biðja Vørn um seta sum treyt í loyvini, sum skipini fáa at fiska menningarkvotur, at virkini, sum hava rættindini, hava sáttmála við manningarfeløgini. Fiskimannafelagið krevur, at virki og onnur, sum fingu menningarkvotur, hava avtalu við manningarfeløgini eins og reiðararnir skulu sambært lóg um fyrisiting av sjófeingi. Lógin um fyrisiting av sjófeingi sigur greitt, at fyri at fiska, skal manningin lønast samsvarandi sáttmálum við føroysk manningarfeløg. Fiskimannafelagið hevur eisini gjørt vart við, at eingin vissa er fyri, at skip, sum hava sáttmálar við manningarfeløgini í Føroyum, fara at fiska menningarkvoturnar. Landsgrannskoðanin og løgtingsgrannskoðararnir hava í nógv ár gjørt vart við, at alt er ikki við í landsroknskapinum, sum eigur at vera har. Fíggjarmálaráðið arbeiðir við málinum at gera fullfíggjaðan landsroknskap, sigur tað, millum annað skal nýggj lóg gerast fyri Realin. Hann var við til at seta Uriah Heep á stovn í 1969, og hóast tað skjótt eru 50 ár síðani, hevur gittaristurin als ongar ætlanir um at gevast. Eg kenni meg sera hepnan, sigur hann. Mick Box hevur frætt, at atgongumerkini til kunngjørdu konsertina í Føroyum vórðu útseld, og at konsertin tí er flutt í Stórhøllina á Hálsi. Sum einasti upprunalimur í Uriah Heep, ið framvegis er í bólkinum, hevur hann sæð eina ávísa útskifting. Hann væntar, at nýggir limir skilja grundtankan við Uriah Heep, sum var grundlagdur í 1970unum, men eisini er gott, at tónleikararnir hava sítt egna ljóð við til heildina. Men í grundini er tað týdningarmesta góða vinalagið, tí tá vit eru á konsertferð, eru vit sum ein familja. Fyri meg hevur tað stóran týdning, at øll, sum eru knýtt at bólkinum, eru væl. Hvør einstakur hevur sama týdning, og tí fáa limir og hjálparfólk somu viðferð, sigur dámligi gittaristurin. At drepa springarar er ikki føroysk siðvenja og skalar okkara útflutning og umdømi úti í heimi. Soleiðis sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingslimur, eftir at 190 springarar løgdu beinini í Hvalvík í gjár. Eg haldi, at tað er skeivt. Eg haldi í veruleikanum, at vit stutt og greitt ikki skulu loyva tí frameftir. Mær vitandi, eru tað ikki serliga nógv hagtøl um springarar í Norðuratlantshavinum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. Hesum hevur løgtingslimurin fyri so vítt rætt í, tí ikki ber til at siga púra greitt ja ella nei, um springaraveiðan er burðardygg, sigur Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur. Springaraveiðan hevur tikið dik á seg seinastu 20 árini, har umleið 200 300 springarar verða hildnir til árliga. Áðrenn tað vóru í miðal 100 springarar hildnir til, sigur Bjarni Mikkelsen. Men hetta er ikki meira, enn stovnurin tolir, metir hann. Sum støðan er í løtuni, so hella vit ímóti at siga, at tann veiðan, vit hava við Føroyar, er burðardygg, og at vit tola ta veiðuna, sigur hann og vísir á, at vit tó ikki kunnu siga við fullari vissu, at springaraveiða okkara er burðardygg. Í marknaðarføringini av okkum sum land, so haldi eg ikki, at tað er optimalt upp á nakran máta, at vit fara at leggja okkum eftir at drepa delfinir, sigur løgtingsmaðurin. Kaj Leo Holm Johannesen vísir á, at delfinir eru marknaðarførdir og brúktir í eitt nú teknifilmum og øðrum, og tískil kennast flest fólk í heiminum við djóraslagið. Tað er eitt sera vánaligt at signal at senda útheiminum, sigur hann. Eg haldi, at vit skulu verja okkara rætt at drepa grindahval, men undir øllum umstøðum halda okkum frá at drepa delfinir, sigur hann. Kaj Leo Holm Johannesen heldur, at springaradrápini kunnu virka sum óneyðug provokatión á útlendsku marknaðunum, sum Føroyar eru treytaðar av. Springaradráp er ikki føroysk siðvenja, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. Vit hava veitt springara týttari tey síðstu 20 árini. Tey fyrstu hagtølini komu í 1872, og áðrenn tað, halda vit, at vit hava hildið springarar til, men allarhelst ikki í stórum tali. Tað er eitt nýtt fyribrygdi í Føroyum, at vit halda springarar til, sigur hann. Tað kundi verið, tí at stovnurin er voksin. Tað kundi verið, tí at útbreiðslan er broytt, og at springarar eru meira norðaliga við Føroyar. Tað triðja kundi verið tøknin, sum nú hjálpir okkum við eitt nú at reka springararnar, sigur Bjarni Mikkelsen. Hann roknar við, at eftir at vísindaliga nevndin í NAMCO hevur havt fund í næsta ár, ber til at siga meiri neyvt, um springaraveiðan hjá okkum er burðardygg ella ikki. Tað verður gjørt í einum borgarauppskoti, sum fleiri felagskapir hava tikið stig til, og sum Føroyahúsið í Keypmannahavn er partur av. Neyðugt er við 50.000 stuðlum, um uppskotið skal vinna frama í fólkatinginum. Martin Karbech Mouritsen er nevndarformaður í Føroyahúsinum í Keypmannahavn, og hann fegnast um uppskotið. BBC skrivar, at teir 50 tinglimirnir eru partur av konservativa bólkinum, sum kallast Evropeiski Kanningarbólkurin, sum eru ótolnir eftir at fáa greiðan og skjótan skilnað frá ES. Á fundinum varð tosað opið um framtíðina hjá Theresu May, forsætisráðharra, og BBC endurgevur orðinga sum øll, sum eg kenni, siga, at hon má frá , og hon er ein vanlukka . Síðani parlamentsvalið í juni í fjør, tá konservativi flokkur hennara misti meirilutan í parlamentinum, hevur leiklututrin hjá Theresu May sum stjórnarleiðari verið fyri støðugum trýsti og atfinningum. Støðan hevur eisini gjørt hana veikari í royndunum at fáa eina Brexit avtalu við ES. Bretland skal úr ES 29. mars næsta ár, og bæði ES og Bretland royna at fáa eina avtalu gjørda seinni í ár, sum partarnir síðani kunnu fáa samtykta í sínum parlamentum, áðrenn skilnaðurin skal verða. Í eyka tíðindasending klokkan hálvgum tvey greiddi Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni, frá, at skipið aftur hevur fingið framdrift. Brimil og LÍV sleipa Teistan á Gomlurætt. Enn er ógreitt, júst hvat tað er, sum er galið við Teistanum. Hilmar Eliassen sigur, at Teistin verður kannaður, tá hann er komin á Gomlurætt. Fyri at fáa meira at vita um sjósíl í føroyskum vøtnum og føroyskum sjógvi, er Fiskaaling farin undir at kanna sjósílini, so grundleggjandi vitan fæst um tey. Ætlanin er at áseta tíðarskeiðið, tá smoltið fer á sjógv, og at lýsa støðuna hjá smoltinum viðvíkjandi longd, vekt, konditión og aldri, tá tað fer á sjógv. Eisini skulu gerast nøktandi mannagongdir til at savna vaksin sjósíl, og síðani lýsa møguligar munir í trivnaði og stovnssamanseting millum ymisk ár. Hin verkætlanin byrjar í heyst. Í henni verður í fyrstu syftu ment ein mannagongd, sum savnar vaksin sjósíl í nøktandi nøgdum og støddum. Hesin parturin er tann mest avbjóðandi, sigur Fiskaaling, tí ongar royndir eru higartil gjørdar at fanga vaksin sjósíl á sjónum við Føroyar. Áhugin fyri tónleiki hevur altíð verið har. Tað hevur altíð verið tónleikur heima hjá okkum, og eg byrjaði at spæla horn sum 3 4 ára gamal, og síðan hevur tað altíð verið har. Soleiðis sigur Rúni Mouritsen, ið spælir slagverk í Føroya Symfoniorkestri. Sum ungur skifti hann millum ljóðførini, til tað einaferð vóru trummurnar, sum drógu. Hann byrjaði at spæla í bólkum, og hann kom á Musikkskúlan, har hann ein dagin fekk tilboð um at koma at spæla við symfoniorkestrinum. Tað var fantastiskt, sigur Rúni, sum seinni fór á Kongaliga klassiska musikkkonservatoriið í Keypmannahavn á linjuni fyri slagverk. Tað tekur eina løtu at læra alt ordiliga væl, men tað er gott at duga í øllum førum ein stóran part. Tað er rættiliga vanligt at spæla eitt øki. Eg spæli fyri tað mesta paukur, men annars er tað ikki nakað fast. Hoyr prátið við Rúna um at spæla trummur og slagverk í symfoniorkestrinum, um hansara lívsleið í tónleikaheiminum og hansara hugburð til tónleik. Í eyka tíðindasending klokkan hálvgum tvey greiddi Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni, frá, at skipið aftur hevur fingið framdrift. Brimil og LÍV sleipa Teistan á Gomlurætt. Hvørjar visiónir hevur Sprotin fyri framtíðina Hetta er ein av spurningunum, ið vit seta Jonhard Mikkelsen, stjóra í Sprotanum, nú forlagið úr Vestmanna hátíðarheldur fyrstu fjórðingsøldina. Eisini hitta vit Sonju Kjølbro, ið er grafikara hjá Sprotanum, og Sjúrð Ravnsfjall, ið stendur fyri eitt nú Orðum og Tónum, samstundis sum vit eisini hitta fólk, ið keypa bøkur og nýta orðabøkur Sprotans. Glasir er Føroya størsta byggiverkætlan á landi. Og hvussu hildnast nýggi bygningurin, nú hann alment er tikin í nýtslu Vit ummæla Glasir saman við arkitektunum Heidi H. Poulsen og Albert Isfeld. Eisini hitta vit rektaran Boga Bech Jensen, vit tosa eisini við nakrar av næmingunum á Glasi, og leita aftur á samrøðu vit gjørdu við arkitektin Bjarke Ingels, tá fyrsti hakin varð settur í svørin. Tú kanst hoyra sendingina her Danski rithøvundurin, Charlotte Langkilde, hevur skrivað eina bók um tíðarskeiðið tá grundlógin varð sett í gildi í Føroyum, og Løtingið varð endurstovnað. Føroysk søguskriving er fult mýtum, sigur hon. Tað er rætt at vit eiga at modernisera okkara søguskriving, og tíðarskeiðið, sum er sera áhugavert er alt ov illa lýst, sigur Ering Isholm søgufrøðingur. Hann heldur tó, at bókin Færøerne en moderne nation fødes fer í hina veitina, tí hon lýsir danska amtmannin, Dahlerup, sum var formaður í endurstovnaða løgtinginum ov einsíðugt, heldur søgufrøðingurin Erling Isholm. Fyri stuttum fóru tær at vitja eyðkendu trappuna hjá Carrie Bradshaw, sum fólk, ið hava fylgt við sjónvarpsrøðini Sex and the City, kenna. Kanningin vísir, at ein stórur meiriluti, 85 av øllum føroyingum, vilja halda fram við grindadrápi, meðan bert ein triðingur vil halda fram við at drepa springarar. Tveir triðingar vilja sostatt, at vit skulu halda uppat at drepa springarar. Munur millum tey í Havn og restina av landinum Í Tórshavnar Kommunu eru fólk meiri avgjørd um springaradráp. 55 eru ímóti, og bert 30 eru fyri. Í hinum pørtunum av landinum er støðan umleið 40 fyri og 40 ímóti. Millum 15 og 20 hava ikki tikið støðu. Tað sæst eisini týðiliga, at havnafólk eta sjáldnari grind, og færri hava smakkað springara enn í restini av landinum. Vilja drepa grind, men ikki springara Eitt annað áhugavert úrslit er, at av teimum, sum siga ja til at drepa grind, siga 40 , at tey ikki vilja drepa springarar. Her er greiður meiriluti fyri, at vit skulu halda fram 85 . Meirliutin er tó størri uttanfyri Tórshavnar Kommunu. Har halda 88 at vit skulu halda fram, men í Havn halda 80 at vit skulu halda fram. 89 av monnunum í Føroyum halda at vit skulu halda fram, meðan 81 av kvinnunum siga seg verða fyri at drepa grind. Størri mynd, trýst HER Svar uppá spurningin, hví vit ikki skulu drepa grind Høvuðsorsøkirnar hjá teimum sum eru ímóti grindadrápi eru, at tað er óneyðugt og kosttilmælið um ikki at eta grind. 25 nevna umdømi úti í heimi sum orsøk. Kvinnur nevna oftari kosttilmæli sum orsøk enn menn. Størri mynd, trýst HER Her sæst, at 1 3 er fyri at drepa springarar, meðan 47 eru ímóti at halda fram. 18 vita ikki Í Havnini eru 55 ímóti. Størri mynd, trýst HER Spurningur, hví vit ikki skulu drepa springarar Høvuðsorsøkirnar hjá teimum sum eru ímóti springaradrápi eru somuleiðis, at tað er óneyðugt. 40 vísa á umdømi úti í heimi sum eina orsøk til at vit skulu gevast við at drepa springarar. Størri mynd, trýst HER 1 3 av føroyingum eta grind 2 6 ferðir um árið. 8 9 eta aldri grind. Eisini her er munur á fólki í Tórshavnar Kommunu og restina av landinum. Havnafólk eta sjáldnari grind og fleiri eru, sum als ikki eta grind 11 . Fleiri kvinnur 13 enn menn 5 eta als ikki grind. Størri mynd, trýst HER 60 hava etið springara og 40 ikki. Munurin á teimum í Havn og restina av landinum, er, at 66 uttan fyri Tórshavn hava etið springara, meðan tað Havn eru tað 50 50 sum hava ikki hava etið springara. Størri mynd, trýst HER Spyr.fo gjørdi kanningina fyri GMF mikukvøldið 12. september klokkan 19.00 20.20. 400 fólk í aldrinum 18 ár og eldri umboðandi alt landið svaraðu. Í Barnaútvarpinum hesa vikuna hoyra vit um tað at lesa. Hví skulu vit lesa Vit fara at lurta eftir Gitte Klein, sum ofta heldur fyrilestur um tað at lesa. Og so er 10 ára føðingardagur hjá krabbabókunum Turið Kjølbro greiðir frá. Soleiðis sigur Arne Vatnhamar, ið skipar fyri hesum heldur øðrvísi leiðaraskeiðnum. Sjálvur hevur hann sum fyrsti og einasti føroyingurin verið á heimsins hægsta fjallið, sum er Mount Everest. Hetta skeiðið snýr seg um at seta sær langtíðarmál og ikki minst at taka av eini stórari avbjóðing, sum tað jú er at fara niðan á Kilimanjaro, greiðir Arne Vatnhamar og heldur fram Túrurin er ein avbjóðing fyri øll eisini meg sjálvan hóast eg havi verið hægri uppi. Og tað gevur ein kennskap til, hvat mann kann, og hvat mann orkar. Tað gevur eina ávísa ballast, sigur Arne Vatnhamar Kilimanjaro er eitt av teimum kendu fjøllunum, sum er lættast at koma niðaná. Túrurin er lagdur yvir seks dagar, so mann hevur tíð at aklimatisera seg. Sjálvandi skal mann helst kunna ganga einar 10 kilometrar uttan steðg, men annars setur túrurin ikki so nógv krøv, sigur Arne Vatnhamar. Sunda kommuna hevur sum hin fyrsta av føroysku kommununum tikið tey 17 Heimsmálini, ið ST hevur sett á skránna, til sín. Vit spyrja Heðin Zachariassen, borgarstjóra, eitt nú hví kommunan hevur tikið hetta stigið og um tað eru ávís punkt, ið Sunda kommuna hevur serligan áhuga fyri. Vit vitja eisini Hvalastøðina við Áir, har vit hitta søgufrøðingin Erland Viberg Joensen og Martin Mørk. Eisini verður kósin sett til Haldórsvíkar, har Eilif Samuelsen, ið eitt nú bæði hevur verið løgtings og landsstýrismaður, fer at siga okkum um húsini og fyrsta løgmannin eftir Heimastýrislógina, Andrass Sameulsen. Í summar varð á fyrsta sinni skipað fyri einum biltreffi í Fuglafirði við serligum bilum, og vit vóru eitt nú ein biltúr saman við borgarstjóranum í Fuglafjarðar kommunu, Sonna á Horni, í gamla Land Cruiser sløkkiliðsbilinum. Eisini hitta vit Johnny Nón og Dánjal Paula Poulsen. Í morgin letur framsýningin Kringsýni við list eftir Bjarne Werner Sørensen upp á Listasavni Føroya. Vit hitta listarmannin, og stjóran á savninum Nils Ohrt. Eisini leita vit aftur á samrøðu, sum vit gjørdu við Hans Keiding um sendirøðina P eventyr í Norden, sum í kvøld 13. september klokkan 19 verður send á DRK við undirheitinum Det færøske refugium. Tú kanst hoyra sendingina her Mótmælini úr útlondum skilja ikki ímillum grind og springarar, men fyri tað eiga vit í Føroyum at viðgera spurningin, um forboð skal setast fyri at drepa springara. Hann heldur, at vit eiga at gevast at drepa springara, men at halda fram at drepa grind, tí grindadrápið er nógv broytt, síðani umhvørvisfelagsskapirnar av fyrstan tíð gjørt vart við drápsháttin. Tórshavnar kommuna skipar í næstu viku fyri hugskotskapping, har borgarin kann koma við sínum íkasti um talgildar loysnir, sum kunnu menna býin. Í røðini eru 6 ponniross, sum hvørt í sínum lagi skal geva sítt íkast til at skapa eitt vinalag, sum vinnur á øllum. Tað er ikki altíð lætt, tí ponnirossini eru so ymisk av lyndi, og tí klandrast tey um, hvat er at gera, tá tey renna seg í trupuleikar. Men vinalag er tað, sum øll ynskja sær, og hvør ger ikki tað Hygg og vita, hvussu ponnirossini fáa vinalag at rigga Umleið 70 spreinginar hava verið í trimum lokal samfeløgum í norðaraparti av Boston í amerikanska deilstatinum, Massachusetts. Sambært keldum á staðnum, er natúrgass likið úr gassleiðingum í býunum Larence, Andover og North Andover. Løgreglustjórin í býnum Methuen, í útnyrðing úr Boston, Joseph Solomon, segði í nátt, at 39 hús standa í ljósum loga í býnum Lawrence. Blaðið, The Eagle Tribune, í North Andover, skrivar, at í minsta lagi eini hús eru brunnin í grund. Eldur er í fleiri húsum, tí ein leiðing veitir gass til fleiri hús í Andover, skrivar Ritzau. Columbia Gas roynir at minka um trýstið. Felagið boðaði í gjár frá, at gassleiðingarnar skuldu dagførast í hesum økjunum, men tað er ikki greitt, um tað arbeiðið var byrjað. Heimasíðan, Iceland Monitor, skrivar, at íslendska stjórnin hevur lagt fram risastóra umhvørvisætlan, sum millum annað ber í sær, at nýggir bensin og diesel bilar ikki verða skrásettir eftir ár 2030. Í 2050 skal eingin brúka bensin ella diesel, skrivar heimasíðan. Við hesum gongur Ísland somu kós sum Bretland og Frakland, sum í fjør boðaðu frá, at tey seta hetta bannið í verk frá ár 2040. Nýggj ætlan fyri almenna flutningskervið, súkklu og gonguteigar eru eisini við í nýggju ætlanini hjá íslendsku stjórnini til frama fyri umhvørvið. Á fundinum skulu biskupparnir og pávin kjakast um, hvussu børn kunnu verjast móti kynsligum ágangi í katólsku kirkjuni. Tað upplýsir talskvinnan í Vatikaninum. Boðini um fundin komu sama dag, sum tveir týskir fjølmiðlar skrivaðu, at ein frágreiðing frá katólsku kirkjuni í Týsklandi hevur staðfest fleiri túsund tilburðir av kynsligum ágangi síðani 1946. Í amerikanska deilstatinum, Pennsylvania, hevur ljóðað, at meira enn 300 prestar hava kynsliga misbrúkt børn, men at hetta hevur katólska kirkjan í USA á skipaðan hátt kávað út yvir, skrivar Ritzau. Í 40 ár hevur Hallur Ellingsgaard verið dómari í kappróðri. Kappróðurin er broyttur nógv hesi árini, men hugurin hjá Halli er hin sami. Keðiligasta hendingin øll hesi árini var, tá 10 mannafarið, Eysturoyingur, hekk fastur í startinum á heimasjógvi í 2006. Tá loyvdi reglugerðin ikki dómarunum at skjóta róðurin av, og oyðilegði hetta alt kappingarárið hjá Eysturoyingi, sum kappaðist um føroyameistaraheitið. Vit hava verið á vitjan hjá Halli Ellingsgaard í skúlanum í Oyndarfirði, har hann er fyrstilærari, til eitt prát um kappróður sætt úr dómarasjónarhorninum. Í kunngerðini eru krøv til teirra, sum eiga oljutanga, til oljuveitarar, tað eru oljufeløgini, og til teirra, sum innflyta og selja oljutangar. Kunngerðin sigur, at tangar, sum hava tæringarverju innan, kunnu brúkast í mesta lagi í 40 ár. Aðrir stáltangar skulu takast úr nýtslu, tá teir eru 30 ár. Harafturat eru krøv um, at oljutangar skulu verða góðkendir, hvussu teir verða settir upp og grivnir niður, og um at skráseta tangar. Eisini eru tey dagliga vitni til flóttar, sum koma yvir hav til Italia. Tey halda, at mann hevur ein skyldu at hjálpa tí neyðstadda. Heimir Guðjónsson hevur gjørt eitt megnar arbeiði fyri HB hetta kappingarárið, og tí eru vit sera fegin um at leingja samstarvið. Saman við Heimi fara vit sum felag at byggja víðari á alt tað, sum higartil er gjørt, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, formaður í HB. Miðlarnir skulu vera kritiskir, plaga vit at siga. Men eru nøkur evni har tað er óneyðugt ella eru nøkur evni, har pressan skal verja onkur serlig føroysk áhugamál landsins áhugamál eitt nú okkara umdømi uttanlands. Røðin My Little Pony fylgir ponnirossinum Twilight Sparkle, sum dámar væl at lesa og granska, og hennara vegleiðari er Celestia prinsessa, sum stuðlar henni í at læra um vinalag í býnum Ponniville. Twilight verður vinkona fimm onnur ponniross Applejack, Rarity, Fluttershy, Rainbow Dash og Pinkie Pie, meðan tær allar læra hvørja aðra um, at vinalag ofta er sum gandur. Hvørt ponniross umboðar ymiskar síður í vinalagnum, og Twilight varnast skjótt, at hon er týðandi lykil til Elementini í samljóði , sum er gamal fornlutur við sterkum gandamátti. Ponnirossini uppliva mangt ævintýrið og hjálpa fólki í Ponniville, meðan tær stríðast við buldraligar løtur í teirra egnu vinaløgum. Nýggja stovan skal virka fyri at flyta út føroyskan tónleik og ráðgeva útlendingum, sum vilja arbeiða saman við føroyingum um tónleik. Ein millión krónur verður sett av til Tónleikaútflutningsstovuna í uppskotinum um fíggjarlóg fyri næsta ár. Milliónin er til leiðara, skrivstovuhald og marknaðarføring. Ein terningur manglar er søgan um ungu gentuna Puck, sum roynir at koma í samband við pápa sín. Vinmaðurin Emanuel hjálpir henni. Okkurt manglar í lívinum hjá Puck pápi hennara hvarv, tá ið hon var 11 ár, og nú er hon 16. Hon grundar yvir, hvussu hon skal koma í samband við hann. Næturnar, tá ið pápin og mamman sótu niðri undir og skeldaðust og drukku vín, minnist hon væl. Hon kennir seg svikna, er ill við øll og hevur ilt við at savna seg, tá ið hon verður forelskað í Mick, sum er tónleikari. Sjálv svíkur hon besta vinmannin Emanuel. Ein terningur manglar er heitið á skaldsøguni eftir unga svenska rithøvundan, Johnnu Tydell, sum var fødd í 1980. Hetta er onnur bók hennara. Jón Joensen hevur týtt skaldsøguna til føroyskt. Tað er Bára Berghamar Danielsen, sum lesur. Ein terningur manglar er søgan um ungu gentuna Puck, sum roynir at koma í samband við pápa sín. Vinmaðurin Emanuel hjálpir henni. Okkurt manglar í lívinum hjá Puck pápi hennara hvarv, tá ið hon var 11 ár, og nú er hon 16. Hon grundar yvir, hvussu hon skal koma í samband við hann. Næturnar, tá ið pápin og mamman sótu niðri undir og skeldaðust og drukku vín, minnist hon væl. Hon kennir seg svikna, er ill við øll og hevur ilt við at savna seg, tá ið hon verður forelskað í Mick, sum er tónleikari. Sjálv svíkur hon besta vinmannin Emanuel. Ein terningur manglar er heitið á skaldsøguni eftir unga svenska rithøvundan, Johnnu Tydell, sum var fødd í 1980. Hetta er onnur bók hennara. Jón Joensen hevur týtt skaldsøguna til føroyskt. Tað er Bára Berghamar Danielsen, sum lesur. Ein terningur manglar er søgan um ungu gentuna Puck, sum roynir at koma í samband við pápa sín. Vinmaðurin Emanuel hjálpir henni. Okkurt manglar í lívinum hjá Puck pápi hennara hvarv, tá ið hon var 11 ár, og nú er hon 16. Hon grundar yvir, hvussu hon skal koma í samband við hann. Næturnar, tá ið pápin og mamman sótu niðri undir og skeldaðust og drukku vín, minnist hon væl. Hon kennir seg svikna, er ill við øll og hevur ilt við at savna seg, tá ið hon verður forelskað í Mick, sum er tónleikari. Sjálv svíkur hon besta vinmannin Emanuel. Ein terningur manglar er heitið á skaldsøguni eftir unga svenska rithøvundan, Johnnu Tydell, sum var fødd í 1980. Hetta er onnur bók hennara. Jón Joensen hevur týtt skaldsøguna til føroyskt. Tað er Bára Berghamar Danielsen, sum lesur. Ein terningur manglar er søgan um ungu gentuna Puck, sum roynir at koma í samband við pápa sín. Vinmaðurin Emanuel hjálpir henni. Okkurt manglar í lívinum hjá Puck pápi hennara hvarv, tá ið hon var 11 ár, og nú er hon 16. Hon grundar yvir, hvussu hon skal koma í samband við hann. Næturnar, tá ið pápin og mamman sótu niðri undir og skeldaðust og drukku vín, minnist hon væl. Hon kennir seg svikna, er ill við øll og hevur ilt við at savna seg, tá ið hon verður forelskað í Mick, sum er tónleikari. Sjálv svíkur hon besta vinmannin Emanuel. Ein terningur manglar er heitið á skaldsøguni eftir unga svenska rithøvundan, Johnnu Tydell, sum var fødd í 1980. Hetta er onnur bók hennara. Jón Joensen hevur týtt skaldsøguna til føroyskt. Tað er Bára Berghamar Danielsen, sum lesur. Ein terningur manglar er søgan um ungu gentuna Puck, sum roynir at koma í samband við pápa sín. Vinmaðurin Emanuel hjálpir henni. Okkurt manglar í lívinum hjá Puck pápi hennara hvarv, tá ið hon var 11 ár, og nú er hon 16. Hon grundar yvir, hvussu hon skal koma í samband við hann. Næturnar, tá ið pápin og mamman sótu niðri undir og skeldaðust og drukku vín, minnist hon væl. Hon kennir seg svikna, er ill við øll og hevur ilt við at savna seg, tá ið hon verður forelskað í Mick, sum er tónleikari. Sjálv svíkur hon besta vinmannin Emanuel. Ein terningur manglar er heitið á skaldsøguni eftir unga svenska rithøvundan, Johnnu Tydell, sum var fødd í 1980. Hetta er onnur bók hennara. Jón Joensen hevur týtt skaldsøguna til føroyskt. Tað er Bára Berghamar Danielsen, sum lesur. Ein terningur manglar er søgan um ungu gentuna Puck, sum roynir at koma í samband við pápa sín. Vinmaðurin Emanuel hjálpir henni. Okkurt manglar í lívinum hjá Puck pápi hennara hvarv, tá ið hon var 11 ár, og nú er hon 16. Hon grundar yvir, hvussu hon skal koma í samband við hann. Næturnar, tá ið pápin og mamman sótu niðri undir og skeldaðust og drukku vín, minnist hon væl. Hon kennir seg svikna, er ill við øll og hevur ilt við at savna seg, tá ið hon verður forelskað í Mick, sum er tónleikari. Sjálv svíkur hon besta vinmannin Emanuel. Ein terningur manglar er heitið á skaldsøguni eftir unga svenska rithøvundan, Johnnu Tydell, sum var fødd í 1980. Hetta er onnur bók hennara. Jón Joensen hevur týtt skaldsøguna til føroyskt. Tað er Bára Berghamar Danielsen, sum lesur. Ein terningur manglar er søgan um ungu gentuna Puck, sum roynir at koma í samband við pápa sín. Vinmaðurin Emanuel hjálpir henni. Okkurt manglar í lívinum hjá Puck pápi hennara hvarv, tá ið hon var 11 ár, og nú er hon 16. Hon grundar yvir, hvussu hon skal koma í samband við hann. Næturnar, tá ið pápin og mamman sótu niðri undir og skeldaðust og drukku vín, minnist hon væl. Hon kennir seg svikna, er ill við øll og hevur ilt við at savna seg, tá ið hon verður forelskað í Mick, sum er tónleikari. Sjálv svíkur hon besta vinmannin Emanuel. Ein terningur manglar er heitið á skaldsøguni eftir unga svenska rithøvundan, Johnnu Tydell, sum var fødd í 1980. Hetta er onnur bók hennara. Jón Joensen hevur týtt skaldsøguna til føroyskt. Tað er Bára Berghamar Danielsen, sum lesur. Ein terningur manglar er søgan um ungu gentuna Puck, sum roynir at koma í samband við pápa sín. Vinmaðurin Emanuel hjálpir henni. Okkurt manglar í lívinum hjá Puck pápi hennara hvarv, tá ið hon var 11 ár, og nú er hon 16. Hon grundar yvir, hvussu hon skal koma í samband við hann. Næturnar, tá ið pápin og mamman sótu niðri undir og skeldaðust og drukku vín, minnist hon væl. Hon kennir seg svikna, er ill við øll og hevur ilt við at savna seg, tá ið hon verður forelskað í Mick, sum er tónleikari. Sjálv svíkur hon besta vinmannin Emanuel. Ein terningur manglar er heitið á skaldsøguni eftir unga svenska rithøvundan, Johnnu Tydell, sum var fødd í 1980. Hetta er onnur bók hennara. Jón Joensen hevur týtt skaldsøguna til føroyskt. Tað er Bára Berghamar Danielsen, sum lesur. Ein terningur manglar er søgan um ungu gentuna Puck, sum roynir at koma í samband við pápa sín. Vinmaðurin Emanuel hjálpir henni. Okkurt manglar í lívinum hjá Puck pápi hennara hvarv, tá ið hon var 11 ár, og nú er hon 16. Hon grundar yvir, hvussu hon skal koma í samband við hann. Næturnar, tá ið pápin og mamman sótu niðri undir og skeldaðust og drukku vín, minnist hon væl. Hon kennir seg svikna, er ill við øll og hevur ilt við at savna seg, tá ið hon verður forelskað í Mick, sum er tónleikari. Sjálv svíkur hon besta vinmannin Emanuel. Ein terningur manglar er heitið á skaldsøguni eftir unga svenska rithøvundan, Johnnu Tydell, sum var fødd í 1980. Hetta er onnur bók hennara. Jón Joensen hevur týtt skaldsøguna til føroyskt. Tað er Bára Berghamar Danielsen sum lesur. Ein terningur manglar er søgan um ungu gentuna Puck, sum roynir at koma í samband við pápa sín. Vinmaðurin Emanuel hjálpir henni. Okkurt manglar í lívinum hjá Puck pápi hennara hvarv, tá ið hon var 11 ár, og nú er hon 16. Hon grundar yvir, hvussu hon skal koma í samband við hann. Næturnar, tá ið pápin og mamman sótu niðri undir og skeldaðust og drukku vín, minnist hon væl. Hon kennir seg svikna, er ill við øll og hevur ilt við at savna seg, tá ið hon verður forelskað í Mick, sum er tónleikari. Sjálv svíkur hon besta vinmannin Emanuel. Ein terningur manglar er heitið á skaldsøguni eftir unga svenska rithøvundan, Johnnu Tydell, sum var fødd í 1980. Hetta er onnur bók hennara. Jón Joensen hevur týtt skaldsøguna til føroyskt. Tað er Bára Berghamar Danielsen sum lesur. Ein terningur manglar er søgan um ungu gentuna Puck, sum roynir at koma í samband við pápa sín. Vinmaðurin Emanuel hjálpir henni. Okkurt manglar í lívinum hjá Puck pápi hennara hvarv, tá ið hon var 11 ár, og nú er hon 16. Hon grundar yvir, hvussu hon skal koma í samband við hann. Næturnar, tá ið pápin og mamman sótu niðri undir og skeldaðust og drukku vín, minnist hon væl. Hon kennir seg svikna, er ill við øll og hevur ilt við at savna seg, tá ið hon verður forelskað í Mick, sum er tónleikari. Sjálv svíkur hon besta vinmannin Emanuel. Ein terningur manglar er heitið á skaldsøguni eftir unga svenska rithøvundan, Johnnu Tydell, sum var fødd í 1980. Hetta er onnur bók hennara. Jón Joensen hevur týtt skaldsøguna til føroyskt. Tað er Bára Berghamar Danielsen sum lesur. Ein terningur manglar er søgan um ungu gentuna Puck, sum roynir at koma í samband við pápa sín. Vinmaðurin Emanuel hjálpir henni. Okkurt manglar í lívinum hjá Puck pápi hennara hvarv, tá ið hon var 11 ár, og nú er hon 16. Hon grundar yvir, hvussu hon skal koma í samband við hann. Næturnar, tá ið pápin og mamman sótu niðri undir og skeldaðust og drukku vín, minnist hon væl. Hon kennir seg svikna, er ill við øll og hevur ilt við at savna seg, tá ið hon verður forelskað í Mick, sum er tónleikari. Sjálv svíkur hon besta vinmannin Emanuel. Ein terningur manglar er heitið á skaldsøguni eftir unga svenska rithøvundan, Johnnu Tydell, sum var fødd í 1980. Hetta er onnur bók hennara. Jón Joensen hevur týtt skaldsøguna til føroyskt. Tað er Bára Berghamar Danielsen, sum lesur. Ein terningur manglar er søgan um ungu gentuna Puck, sum roynir at koma í samband við pápa sín. Vinmaðurin Emanuel hjálpir henni. Okkurt manglar í lívinum hjá Puck pápi hennara hvarv, tá ið hon var 11 ár, og nú er hon 16. Hon grundar yvir, hvussu hon skal koma í samband við hann. Næturnar, tá ið pápin og mamman sótu niðri undir og skeldaðust og drukku vín, minnist hon væl. Hon kennir seg svikna, er ill við øll og hevur ilt við at savna seg, tá ið hon verður forelskað í Mick, sum er tónleikari. Sjálv svíkur hon besta vinmannin Emanuel. Ein terningur manglar er heitið á skaldsøguni eftir unga svenska rithøvundan, Johnnu Tydell, sum var fødd í 1980. Hetta er onnur bók hennara. Jón Joensen hevur týtt skaldsøguna til føroyskt. Tað er Bára Berghamar Danielsen, sum lesur. Eg hevði ikki sjálvur atkvøtt fyri at danst skuldi vera undirvísingarmál í Føroyum, um eg var í tinginum tá. Men hetta var ein serlig tíð. Eilif Samuelsen hevur sjálvur verið politikari og landsstýrismaður fyri Sambandsflokkin, hann hevur verið lærari í føroyskum og hevur sjálvur umsett heimsbókmentir til føroyskt. Abbi hansara Andrass Samuelsen var við til at stovna Sambandsflokkin og var Føroya fyrsti løgmaður eftir Heimastýrislógina í 1948. Andrass Samuelsen var eisini sum politikari við til at samtykkja, at danskt skuldi vera undirvísingar og kirkjumál í Føroyum, og hetta var galdandi líka fram til 1938. Eilif Samuelsen hevur stóra virðing fyri abba sínum og staðfestir, at hann var ein høvuðsorsøk til sín stóra áhuga fyri politikki. Vit vitja barndómsheimið hjá Andrassi Samuelsen í Haldarsvík, og vit hoyra Eilif greiða frá um abba sín, soleiðis sum hann minnist hann. Í sambandi við mentanardagar í Sunda kommunu skipar Sambandsflokkurin fyri temakvøldi um Andrass Samuelsen í Avhaldinum. Hóskvøldið fer Eilif Samuelsen at greiða frá politikaranum Andrass Samuelsen, og høvið verður eisini at vitja barndómsheimið hjá Andrassi, tey eita Mikkjals hús, sum eru bygd í 1830 árunum. Leygarkvøldið klokkan 20 verður konsert í Salt á Drelnesi við Magna Christiansen og bólki. 18 ára gomlu Jónas Gaard og Sámal Pauli Petersen spæla ávikavíst gittar og trummur í bólkinum. Teir greiða frá, hvussu tað bar til, at Magni Christiansen heitti á teir um at koma at spæla við sær. Tað er ikki bara sum at siga tað at spæla country , eru barndómsvinirnir samdir um, tí, sum teir siga, so er country tónleikur ikki so líkatil at spæla, hóast tónleikaslagið í fyrstu atløgu kann tykjast einfalt . Teir koma úr einum tónleikaumhvørvi, har tað at jamma er vanligt, so stigið til countrytónleik er rættiliga stórt. Konsertin á Drelnesi er ein stuðulskonsert , skilt á tann hátt, at yvirskotið fer óskert til fløguútgávu hjá Magna Christiansen. Jónas og Sámal Pauli fáa ikki løn fyri hesa konsertina, men tað fáa teir fyri allar aðrar konsertir, sum bólkurin spælir. Hoyr samrøðuna, sum varð send í Vikuskifti, her Magni Arge, fólkatingsmaður og fyrrverandi stjóri í Atlantsflogi, mælir frá at einskilja Atlantsflog, soleiðis sum Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, hevur skotið upp. Ætlanirnar vóru nógvar, eitt nú nýggj fiskivinnuskipan, nýggj pensjónsskipan og nýggj stjórnarskipan, sum skuldi til fólkaatkvøðu í fjør. Georg L. Petersen, blaðstjóri á Dimmalætting, var gestur í Degi og Viku og gjørdi viðmerkingar um tað, sum samgongan hevur fingið á skaftið. Sum nú er, er talan um seks kommunalar bygningar, sum í 2017 brúktu umleið 97 túsund litrar av olju, sum svarar til góðar 650 túsund krónur við núverandi oljuprísi, skrivar kommunan í gerðarbókini frá býráðsfundinum 3. september. Næsta ár verður tilbúgvingarstøðin í Leirvík liðug, og hon kann knýtast í skipanina, og møguleiki verður eisini hjá privatum húsarhaldum, sum eru nærindis, at koma upp í skipanina. Kommunan hevur verið á fundi við Cowi, sum stendur fyri verkætlanini. Felagið vil gera uppskot um, hvussu hetta kann skipast. Uppskotið kostar 89 túsund krónur. Tað sigur felagið, nú løgtingið skal viðgera uppskotið hjá Kára P. Højgaard, tingmanni, um, at gildistíðin fyri koyrikort skal vera fimm ár fyri fólk, ið eru 75 ár og eldri. Í viðmerkingum til uppskotinum stendur Gildistíðin fyri koyrikort hjá handhava, ið hevur fylt 75 ár ella meira verður broytt soleiðis, at gildistíðin fyri koyrikortið verður 5 ár, uttan mun til aldur. Landsfelag Pensjo nista sigur, at tey taka undir við uppskotinum og fegnast um, at nevndu broytingar verða gjørdar soleiðis, at aldursmarkið við koyrikorti verður strikað. Landsfelag Penjo nista skilir ikki, hvi tað skulu verða sett størri krøv til eldri bilførarar i Føroyum, enn tað verður gjørt i okkara grannalondum og mælir ti til, at lo gin verður broytt. Við verðandi lóg í Føroyum kunnu fólk, sum fáa endurnýggjað koyrikortið, tá tey eru millum 70 og 73 hava tað, til tey eru 74 ár. Tá fólk eru vorðin 74 er koyrikortið galdandi í tvey ár, og tá fólk eru 80 er koyrikortið galdani í eitt ár. Tilbúgvingarmyndugleikin á staðnum hevur enn ikki yvirlit yvir skaðarnar, men fráboðanir eru um stórar skaðar, skrivar Reuters tíðindastovan. Nærum allir bygningar hava fingið skaða, og tekjur eru farnar við vindinum, sigur Rogelio Sending, sum er embætismaður fyri stjórnina í landspartahøvuðsstaðnum, Tuguegarao. Eingin hevur streym, og samskiftisnetverkini rigga heldur ikki, sigur Rogelio Sending. Túsundtals fólk eru flutt burtur frá bygdum, sum eru framvið strondini, av ótta fyri stormflóð, sum kann gerast fleiri metrar høg, svarandi til fjórðu hædd í einum húsum, verður sagt. Einar 20 melduródnir raka í miðal Filipsoyggjar um árið. Ringasta seinastu árini var Haiyan melduródnin í 2013, sum gjørdi um seg í mið Filipsoyggjum. Tá doyðu meira enn 7.350 fólk. Iranski uttanríkisráðharrin, Mohamad Javad Zarif, ávarar nú um, at Iran møguliga fer at ríka meira uran, um ES framhaldandi einki ger við støðuna, nú USA hevur tikið seg burtur úr kjarnorkuavtaluni við Iran. Evropa og hini, sum hava undirskrivað, mugu handla fyri at svara aftur revsitiltøkunum hjá USA, sigur Zarif við týska blaðið Der Spiegel. USA hevur sett handilstiltøk í verk móti stýrinum í Iran. Samstundis hevur USA hótt fyritøkur í øðrum londum, sum handla við Iran, um at tær ikki sleppa at selja vørur til amerikanska marknaðin. Fleiri fyritøkur, eisini danskar, eru eftir hetta, givnar at selja til Iran, skrivar DPA. Zarif ávarar um, at Iran fer at svara aftur, um javnvágin við at geva og taka fer av lagi. Tað merkir ikki beinleiðis, at Iran fer burturúr kjarnorkuavtaluni. Men tað kann ávirka, hvussu og hvussu skjótt avtalan verður útint. Zarif spyr, nær ES æltar at halda sín part av avtaluni og liva upp til hana. Zaris vísur samstundis aftur, at Iran vil hava beinleiðis samráðingar við amerikanska forsetan, Donald Trump. Í fyrstu sending Suma vit Gutta. Foreldrini hjá Gutta eru farin hvør til sítt. Tey klandrast ikki, tað er Gutti glaður fyri, men hvussu er tað hjá Gutta at ferðast ímillum mammuna og pápan Lagt til rættis Elin á Rógvi og Bjarni Árting Rubeksen. Mattias Karlsson, formaðurin fyri tingbólkin hjá Svøríkisdemokratunum, sigur í samrøðu við svenska kringvarpið, at Svøríkisdemokratarnir, SD, fara at seta krøv, tá tað snýr seg um uppskot til hvønn flokkurin kann stuðla sum forsætisráðharr og stjórn. Viðvíkjandi formanssessinum í Ríkisdegnum, so dugur hann ikki at siga, um flokkurin fer at koma við egnum uppskoti til tann sessin. Spurdur, um SD á nakran hátt fer at stuðla Stefan Løfven í at halda fram sum forsætisráðharri, svarar Karlsson, at tann, sum vil hava stuðul frá SD at gerast forsætisráðharri og fáa stuðul til fíggjarlógina, má lata flokkinum og SD veljarunum okkurt afturfyri. Tey snúgva seg um strangari tilflytarapolitikk, styttri bíðitíð til røktarpláss, fleiri átøk skulu setast í verk til tess at berja niður kriminalitet og fátækir fólkapensjónistar skulu fáa betri kor. Mattias Karlsson sigur í samrøðuni, at SD vil hava Jimmy kesson til forsætisráðharra, men annars er málið at fáa flokkin í bestu støðu til at stýra, um tað so er í minnilutastjórn saman við Moderatunum ella saman við Moderatunum og Kristiligu demokratunum. Flokkurin er eisini tilreiðar til nýval, tí flokkurin hevði fingið framgongd um tað var støðan, sigur Mattias Karlsson, formaður fyri tingbólkin hjá Svøríkisdemokratunum við SVT. Flestu londini hava einki við stórhvalaveiðu at gera, men tey hava kortini avgjørda støðu til hvalaveiðumálið, og stór ósemja er millum hvalaveiðulondini og mótstøðulondini. Hann er vónbrotin um, at uppskotið fall, men Brasil fer at arbeiða víðari fyri uppskotinum, sum fyrstu ferð varð lagt fram í 2001, og hevur verið tað síðani, og hvørja ferð hevur undirtøkan verið ov lítil. Tilbúgvingarmyndugleikin á staðnum hevur enn ikki yvirlit yvir skaðarnar, men fráboðanir eru um stórar skaðar, skrivar Reuters tíðindastovan. Nærum allir bygningar hava fingið skaða, og tekjur eru farnar við vindinum, sigur Rogelio Sending, sum er embætismaður fyri stjórnina í landspartahøvuðsstaðnum, Tugue ga rao. Einar 20 melduródnir raka í miðal Filipsoyggjar um árið. Ringasta seinastu árini var Haiyan melduródnin í 2013, sum gjørdi um seg í mið Filipsoyggjum. Tá doyðu meira enn 7.350 fólk. Hesaferð hevur oyggjalandið fyrireikað seg betri, upplýsa myndugleikarnir fyri Reuters. Eitt nú eru fleiri skúlar stongdir, og bann er sett fyri báta útferðum. Allir grindaformenn í Føroyum eiga at seta seg saman at viðgera springarardráp. Meðan tað verður gjørt eigur at verða bíðað við at halda springarum til. Í tíðindaskrivi sigur forkvinnan í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum, at tey í Javnaðarflokkinum mæla til, at allir grindaformenn í Føroyum beinan vegin seta seg saman at viðgera avbjóðingina, og sum skjótast boða politiska myndugleikanum frá, millum annað hvussu tryggjast kann at springaradráp er burðardygt í mun til stovnsrøkt og gagnnýtslu av tilfeingi og at eftirlit verður við øllum drápum. Meðan arbeitt verður við at loysa hesar spurningar, kunnu vit bíða við at halda springarum til, verður skrivað í tíðindaskrivinum. Ætlanin var at reka hana inn á Fuglafjørð, men grindin hevur ferð suðureftir, og tí verður roynt at halda henni til í Gøtu, sigur Karl Johanesen, virkandi sýslumaður í Eysturoynni. Í sendingini verður ljós varpað á amerikanska tónaskaldið Leonard Bernstein í sambandi við, at 100 ár eru liðin síðani hann varð føddur 25. august 1918. Tað var um 3 tíðina í nátt, at ein maður slóg ein annan í andlitið. Gerningsmaðurin er handtikin, og liggur í einum kliva og svevur rúsin av sær. Tá hann er komin fyri seg, verður hann avhoyrdur. Hann er skuldsettur fyri harðskap, sigur vakthavandi á politistøðini, Palli Augustinussen. Hitt harðskapsmálið hendi hálvan tíma seinni á einum matsølustaði í Havn, har ein maður skallaði og slóg 3 fólk. Maðurin er handtikin og skuldsettur fyri harðskap. Hann liggur eisini og svevur rúsin av sær, og verður avhoyrdur tá hann einaferð kemur fyri seg. Um hálvgum seks tíðina rendi ein bilur á eini hús í J.C.Svabosgøtu í Havn. Førarin var ávirkaður av rúsdrekka, og hann er skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring, sigur Palli Augustinusen, vakthavandi á politistøðini. Hon sigur, at sannlíkindi er fyri, at nakrir asylumsøkjarar arbeiða svart og undirgrava arbeiðsmarknaðin, og í ringasta føri eru teir møguligir yvirgangsmenn, sigur Trine Bramsen við radio 24 7, og sipar til, at ein asyl umsøkjari, sum hevði fingið noktandi svar í apríl 2017 drap fimm persónar í Stokkholm, eftir at hann átti av verið farin úr Svøríki. Victor Bet Tamraz og kona hansara, Shamiram Issavi, eru dømd fyri millum annað at halda jól. Hann er dømdur 10 ára fongsul og hon í 5 ár. Tað einasta tey hava gjørt, er at útinna sína kristnu trúgv, skrivar Amnesty International. Eisini Amnesty International Føroyar er við í átakinum, við kravi um, at leyslata tey og at iransku myndugleikarnir gevst at forfylgja og fongsla kristin í Iran. Rutan í Berlin var á flatlendi, og turt og gott veður var, og tí vóru góðar umstøður fyri at fáa betri tíð. Í fjør var regn, sum darvaði rennarunum nógv, skrivar ap tíðindastovan. EB Streymur Víkingur 2 2 1 1 13 minuttir. 0 1 Sølvi Vatnhamar 44 minuttir. 1 1 Ragnar Danielsen br. 74 minuttir. 1 2 Andreas Lava Olsen 93 minuttir. 2 2 Marni Djurhuus Sambært Føroya Tele, sum umsitur sendinetið, so verður arbeitt við trupulleikanum. Føroya tele veit enn ikki at siga, nær øll hoyra útvarpið aftur. At Elisabeth Helena Müller, sum var ógift, hevur fingið handilsloyvi undir kongliga einahandlinum er serstakt og ber boð um eina sera ágrýtna kvinnu, sigur Lena Nolsøe. Nú mugu øll kanna sínar oljutangar fyri at staðfesta aldur, slag og um teir annars lúka nýggju reglurnar, sum júst eru komnar í gildi. Maria Gunleivsdóttir Hansen frá Umhvørvisstovuni er í útvarpsstovuni og greiðir frá, hvat nýggju reglurnar merkja fyri eigararnar. Dia Midjord, venjari hjá mansliðnum hjá Stíf, og Birgir Hansen, venjari hjá Neistakvinnum, meta um hetta kappingarárið í hondbólti hjá bæði monnum og kvinnum. Vit gingu út í neðra og upp gjøgnum Gjógvará. Eisini ber til at ganga eystanfyri, til dømis á heimtúrinum. Tá ber til at fara upp fram við Hosteinsgjógv. Eisini ber til at ganga fram við eggini og síggja Farsalagjógv og útsýni eystureftir. Vit fylgdu bygdugøtuni heimaftur. Hon er sera vánalig, og í fleiri støðum er hon meira ein bloti enn ein gøta. Nógv ferðafólk ganga hesa gøtuna, og tí er hon eisini slitin og vánalig. Tann 93 ára gamli Jákup Mikal Mikkelsen á Toftum varð uppkallaður eftir pápa sínum, sum gekk burtur við toftaskipinum Annu í 1924. Pápin var av Toftum, og mamman Karolina Sofía var av Kjalnesi í Kollafirði. Abbi hennara hevði verið uppsitari og pápin røktingarmaður har. Jákup Mikal fór til skips við toftasluppini, Elsu, í 1939. Teir málaðu dansk flagg á hana í Føroyingahavnini. Hann var aftur við Elsu í apríl 1940, tá hon fekk føroyskt flagg í Havn. Í 1941 fór Jákup Mikal saman við 250 øðrum føroyingum til Reykjavíkar at gera flogvøll, og í 1942 arbeiddi hann á flaka virki á Patriksfirði. Hetta vóru áhugaverdar ferðir. Rigmor vísti fyri góðari viku síðan í Vágunum, at hon er við at finna gamla formin aftur, og tí var spennandi at vita hvussu tað fór at ganga í hálvmarathonkappingini í Keypmannahavn. Hvirlan.fo skrivar, at Rigmor legði hart út við at renna fyrstu 5 kilometrarnar uppá 19 minuttir og 26 sekund, sum er hálvur minuttur skjótari, enn tá hon vann silvur á 5000 m. á Tórsbreyt 18. august. Hon helt líknandi ferð til 15 km. vóru farnir. Millum 15 og 20 km fór tempo nakað niður, men enn var hon ávegis til eina tíð langt undir oyggjaleikakravið. Tá teir 21,097 km vóru runnir segði klokkan 1 tíma, 25 minuttir og 4 sekund, sum er 16 sekund frá persónliga metinum, sum hon setti fyri 18 árum síðan. Jákup Mikal Mikkelsen á Toftum var sjómaður í 45 ár. 40 ára gamal fór hann á skiparaskúla í Havn. Eftir tað var hann yvirmaður í uttanlandssigling og við fiskiskipum. Undir krígnum var Jákup Mikal fleiri ár í Íslandi við skipum og bátum, og frá 1947 til 1953 við toftasluppini Oyrarskeri , sum svágrar hansara Jóhan Fossdalsá og Karl Hansen førdi. Nú fór hann við trolaranum Havborgini , til hann fór upp á skúla. Tvey rend var Jákup Mikal við norðmonnum, og tvey ár var hann upp á langfart. Seinni vóru skip hansara Jógvan Norði og Mascot , sum hann stundum førdi. Arbeiðslívið endaði á flakavirkinum Nyki. Snarljós slóð niður í mastrina á Sornfelli í nátt. Tað hevði við sær, at fleiri øki í landinum ikki hoyrdu útvarpið í morgun. Í Sørvági, Kvívík, á Stykkinum og í Kollafirði hoyrdist einki útvarp. Føroya tele umsitur sendinetið hjá Kringvarpinum. Fólk frá Føroya tele hava arbeitt við at umvæla og umleggja allan morgun og fyri lítlari løtu síðani boðaði Føroya tele frá, at nú eru allir sendararnir virknir aftur. Morgunsendingin 17. sept. 2018 Við í sendingini eru, Petur Hans Dahl, Høgni á Heygum, Maria Gunleivsdóttir Hansen, Lena Nolsøe, Dia Midjord og Birgir Hansen og Jákup Zachariassen. Jóhan á Plógv Hansen hevur fingið eina framúr byrjan bæði í donsku hondbóltskappingini og í Champions League kappingini, sum byrjaði um vikuskiftið. Ólavur Hátún var ein sannur ungangongumaður í føroyskum kór og tónleikalívi og hann var virkin til tað seinasta, og hann hevði framvegis hugsjónir og stórar dreymar, tá hann legði árarnar inn. Í sendingini verður tosað við fólk, ið á ymsan hátt hava samstarvað við Ólav Hátún og sonurin Heini Hátún greiðir frá ymsum upplivingum saman við pápanum. Tey, ið vit hoyra í sendingini, eru Ólavur Hátún, sonurin Heini Hátún, Sonja Kristoffersen, kórsangari, Janus Mohr, fyrrverandi útvarpsmaður, Ólavur Jøkladal, kórleiðari, Hanus Joensen, fyrrverandi skúlastjóri, Mikael Johan Heinesen, kórleiðari og gamal tónleikanæmingur hjá Ólavi, og Andrea Heindriksdóttir, stjóri í Tórshavnar Musikkskúla. Mest sendi Tvøroyrar kommuna rokning fyri Samson. Rokningin er 205.000 krónur. Tvøroyrar kommunan vil ikki gjalda, tí kommunan heldur uppá, at eldurin var so stórur, at hann fer upp á triðja stig í tilbúgvingini. Tá so er, eigur landið at taka við, sigur kommunan. Og Fiskimálaráðið, sum er samskipari í tilbúgvingarmálum, vil tí heldur ikki gjalda rokningina, millum annað tí, at landið bað ikki um, at Samson fór á Tvøroyri at sløkkja. Uppskotið at geva landsstýrismannium í vinnumálum heimild at einskilja Posta, fer í løgtingið í næstum, men enn er óvist hvørja lagnu uppskotið fær. Einki innbrot hevur verið í kirkjuni, so kalikurin er tikin, meðan fólk hava verið til arbeiðis í kirkjuni, sigur Anne Mette Greve Klemensen, prestur. Tveir aðrir lutir eru horvnir, sum hoyrdu til bírættarsettið. Tað eru ein silvurdós til altarbreyð og ein silvurdiskur at hava altarbreyðini á. Hesir lutirnir eru framvegis ikki funnir aftur. Granskarar siga nú, at evnið er nógv vandamiklari enn hildið, og teir mæla norsku myndugleikunum til at banna alivinnuni at brúka tað. Vit mugu hava meira at vita, sigur Birna Mørkøre, landsdjóralækni, sum situr í Skrásetingarráðnum, ið umsitur, hvørji kemisk evni eru loyvd í Føroyum Hesi mongu tonsini eru nógv meira umhvørvisskaðilig enn bæði granskarar og vinna fyrr hava hildið, sigur altjóða óhefti granskingarstovnurin IRIS í Stavanger. Tey arbeiða við eini stórari granskingarverkætlan, sum ikki verður endaliga liðug fyrr enn við árslok næsta ár, men nøkur úrslit hava verið so ræðandi, at granskararnir hava valt at fara út við teimum nú saman við eini ávaring til myndugleikarnar um at umhugsa at seta bann fyri hydrogenperoxidi í alingini. Birna Mørkøre, landsdjóralækni situr saman við landsapotekaranum og landslæknanum í føroyska skrásetingarráðnum, sum góðkennir ella strikar heilivág á listanum, sum brúktur verður í Føroyum. Nýtslan av hydrogenproxidið í føroysku alivinnuni ER minkað nógv, síðani 2014, tá næstan 4.900 tons vóru brúkt. Men 1448 tons, sum var nøgdin í fjør, er heldur ikki einki, og leiðandi granskarin í IRIS í Stavanger, Ren e Bechmann sigur við NRK, at langtíðarárinini, sum tey hava staðfest, at evnið hevur á rækjur, koma sera óvart á. Royndirnar hjá teimum vísa, at hydrogenperoxid bæði skaðar og drepur rækjur, eisini tá tær koma í samband við evnið, sum er tynt nógv meira enn tey tynna tað í alivinnuni. Men rækjufiskarar í Noregi hava leingi tvíhildið um, at evnafrøðin frá alivinnuni skaðar rækjurnar, eins og hummarafiskarar hava gjørt tað her í Føroyum. Men higartil hevur skjalprógv manglað, í Noregi eins og í Føroyum. Seinni í hesum mánaðinum hittist føroyska skrásetingarráðið, og tá fer Birna Mørkære at leggja alið um hydrogenperoxid fyri hinar limirnar. Danska stjórnin hevur við politiskum stuðli frá Dansk folkeparti gjørt av, at DR skal spara 20 prosent av játtanina næstu fimm árini. Í krónum og oyrum merkir tað, at danski public service stovnurin skal spara umleið 420 milliónir um árið. Starvsfólk fingu boðini á stórfundi í morgun klokkan 9. 25 stjórar verða eisini uppsagdir. Sparingin hevur við sær, at leiðslan niðurleggur fleiri rásir og leggur aðrar saman. Tríggjar útvarpsrásir vera spardar burtur. Tær eru P6, P7 og P8. Og fleiri av sjónvarpsrásunum hjá DR verða lagdar saman. DR 3 og DR Ultra vera einans at síggja á netinum. Sum skilst, so raka sparingarnar serliga hart umsitingina og deildina DR Medier, meðan eitt nú tíðindadeildin hjá DR ikki verður skorin nevnivert. Tað eydnaðist væl, tí 07 Vestur vann tríggjar av teimum síðstu fýra dystunum við Sigtóri Petersen sum venjara og slapp undan niðurflyting. Nógv bendir í løtuni á, at bara eitt felag fer at flyta niður, og tí kann dysturin sunnudagin millum AB og 07 Vestur blíva avgerandi. Seyðaskinn, sum skulu útflytast, skulu latast góðkendum móttakara. Í løtuni er bara ein góðkendur móttakari í Føroyum, Sp F Oikos, sigur Heilsufrøðiliga starvsstova. Oikos hevur skipaðar móttøkur kring landið. Seyðaskinn, sum skulu útflytast, skulu latast beinleiðis til hesar móttøkur. Tryggjast skal tó, at bland ikki kemur í skinnini frá kannaðum og ikki kannaðum seyði. Ein eigara og djóralæknaváttan skal útfyllast fyri allan seyðin, sum skal drepast, og skinnini skulu flytast út. Skipanin er tann, at djóralækni kannar seyðin livandi, stutt áðrenn, hann verður flettur. Djóralæknin skal vátta, at skinnini koma frá seyði, sum ikki vísti klinisk sjúkueyðkenni fyri fletting. Harafturat skal seyðaeigarin vátta ymisk viðurskifti í sambandi við skinnini, so sum, at skinnini stava frá ávísum hagaparti, fylgi ella flokki, at skinnini eru viðgjørd eftir reglum, sum Heilsufrøðilga starvsstovan hevur ásett, og, at skinnini eru goymd soleiðis, at djór ikki sleppa fram at teimum. Heilsufrøðiliga starvsstovan ger vart við, at heilsuváttanir verða ikki givnar skinnum, har djóralækni ikki hevur gjørt livandi sýn av seyðinum, og ásetingarnar í ES kunngerðini um slíkan útflutning annars ikki eru hildnar. Samráðingarnar millum Handverkarafelagið og Landsfelag handverkaranna og Arbeiðsgevarafelagið og Handverksmeistarafelag eru farnar í gongd. Tað sigur Vinnuhúsið á heimasíðuni. Krøvini um nýggjan sáttmála fyri tann, sum fer úr gildi 1.oktober, vórðu latin í síðstu viku. Partarnir brúka nú nakrar dagar at fyrireika seg til krøvini hjá mótpartinum og hittast aftur seinni í hesi vikuni. Handverkararnir hava sagt upp sáttmálan. Tó er KÍ eitt vet frammanfyri í innanhýsis uppgerðunum milum KÍ og HB í Klaksvík undir venjaranum, Mikkjal Thomassen, sum kom til felagið í 2015. Síðstu tíggju dystirnir millum KÍ og HB í Klaksvík 10.08.2018 KÍ HB 0 1 24.09.2017 KÍ HB 0 0 21.05.2017 KÍ HB 1 0 16.05.2016 KÍ HB 1 0 07.08.2015 KÍ HB 2 0 15.03.2015 KÍ HB 0 2 14.09.2014 KÍ HB 1 0 25.05.2014 KÍ HB 1 2 18.08.2013 KÍ HB 3 3 25.04.2013 KÍ HB 3 4 Stýrið fyri Bú og Heimatænastuna í Suðuroynni hevur sent løgmanni umsókn um eina fíggjarliga serskipan fyri eldraøkið í Suðuroynni eins og tað er fyri eldraøkið í Sandoyar sýslu. Í umsóknini skrivar Mikkjal Sørensen, formaður fyri Búð og Heimatænastuna, og borgarstjóri í Porkeri, at støðan í Suðuroynni er í dag lík teirri, sum førdi við sær, at Sandoyar sýsla fekk serskipan, tá eldraøkið varð lagt til kommunurnar at umsita ein serskipan, sum førir við sær, at fíggjarliga afturberingin til Sandoyar Sýslu verður faldað við 1,3. Stýrið í Bú og Heimatænastuni í Suðuroy samtykti á stýrisfundi 4. september 2018 at senda umsókn til Føroya Landsstýrið, stílað til Føroya Løgmann og hervið verður søkt um at fáa serskipan fyri eldraøkið í Suðuroynni, eins og serskipan er fyri eldraøkið í Sandoyar Sýslu, har fíggjarliga afturberingin frá Landinum til kommunurnar verður faldað við 1,3, stendur í brævinum. Fyrr í ár sendi stýri fyri fyri Bú og Heimatænastuna í Suðuroy skriv til landsstýrið, har tey gjørdu greitt, at kommunurnar í Suðuroynni og stýrið fyri Bú og Heimatænastuna i Suðuroy ikki vildi taka ábyrdina av eldraøkinum í Suðuroynni longur, um ein loysn ikki varð funnin á fíggjarliga trupulleikanum. Heilsufrøðingurin, Kala Rajani Hansen, gevur góð ráð um, hvussu skiftið úr barnagarði í fyrsta flokk kann gerast so smidligt sum til ber. Tað sigur 46 ára gamli klaksvíkingurin Todi Jónsson, sum í dag altíð roynir at arbeiða við onkrum, ið ikki hevur við fótbólt at gera. Todi Jónsson er fyrsti føroyingurin, sum av álvara gjørdi um seg uttanlands. Hann spældi í átta ár í felagnum FCK. Í fleiri førum átti hann metið sum mest skorandi leikari. Trettan ár eru liðin síðani, at Todi Jónsson gavst í felagnum. Men Todi er komin víðari og tímir ikki at fáast við fótbólt meira. Í ár eru 20 ár liðin síðani fullveldissamgongan varð skipað, og tískil tekna vit eina vangamynd av Føroyum í 1990 árunum og vit byrja við einari skjóttsagdari snarferð um landið. Nítiárini vóru eitt sera turbolent tíðarskeið í føroyskari nútíðarsøgu. Og saman við Hans Andriasi Sølvará, søgufrøðingi, viðgera vit eitt nú bankakreppurnar og viðurskiftini Føroyar og Danmarkar millum. Hvør var klædnamótin í 1990 árunum Henda spurning greina vit saman við Katrinu í Geil, designara millum annað Í seinra tímanum fer Jógvan Isaksen at nema við føroyskar bókmentir í 1990 árunum, og honum á baki er evnið fullveldissamgongan, tá vit saman við Høgna Hoydal úr Tjóðveldi, Bjarna Djurholm úr Fólkaflokkinum, Jóannesi Eidesgaard úr Javnaðarflokkinum og Edmund Joensen úr Sambandsflokkinum, fara at skifta orð um eitt nú endamál og úrslit. Tú kanst hoyra sendingina her Samstundis verða heilsuhjálpara og heilsurøktaraútbúgvingarnar lagdar í somu lóg sum nýggja pedagoghjálparaútbúgvingin, men innihaldið í útbúgvingunum til heilsuhjálpara og heilsurøktara verður óbroytt. Skotið verður upp, at pedagoghjálparaútbúgvingin skal taka tvey ár. Ástøðiligi parturin við próvtøku skal í minsta lagi verða 44 vikur í skúla. Næmingarnir hava rætt til lestrarstuðul frá Studna, og útreiðslurnar til lestrarstuðul verða mettar til 650.000 krónur í 12 mánaðir. Uppskotið er sent til hoyringar hjá Pedagogfelagnum, felagnum fyri hjálparfólk, skúlaleiðarafelagnum, Heilsurøktarafelagnum, Heilsuhjálparafelagnum, Kommunufelagnum, Almannaverkinum, Almannamálaráðnum, Heilsuskúlanum, Fróðskaparsetrinum og Studna. Tað bendir eitt innlit, sum Kringvarpið hevur fingið í samskiftinum millum Løgmansskrivstovuna, Heilsu og innlendismálaráðið og Almannamálaráðið, á. Løgmansskrivstovan skrivar í telduposti til Kringvarpið, at grundarlagið undir áskoðanini hjá bygnaðarbólkinum um at skipa Familjufyrisitingina undir Almannaverkinum var at fáa bygnaðin biligari og betri, sum frá líður. Við at skipa nýggjar ella lítlar stovnar, hvørja ferð nýggj virksemisøki stinga seg upp, verður almenna skipanin alt ov dýr, og fakliga umhvørvið veikt sum frá liður, skrivar Løgmansskrivstovan. Í innlitinum sæst, at avgerðin um at flyta familjurættarliga málsøkið frá Heilsu og innlendismálaráðnum til Almannamálaráðið var tikin á einum landsstýrisfundi í februar í ár. Innlitið, sum Kringvarpið hevur fingið, fevnir ikki um gerðabøkurnar hjá Landsstýrinum, og er tí ikki umfatandi. Men næsti teldupostur í málinum, sum Kringvarpið hevur fingið, er 7. mai, tá Løgmannskrivstovan biður øll aðalráð um at koma við viðmerkingum til broytingar í trimum málsøkjabýtum, harímillum at málsøkið familjurættur skal flytast 1. januar 2019. Til hetta svarar Turið Arge, aðalstjóri í Heilsu og innlendismálaráðnum, dagin eftir, at Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í Heilsu og innlendismálum vil vita, nær Løgmannsskrivastovan ætlar at lýsa broytingina. Tí Sirið Stenberg hevur gjørt eina avtalu við løgmann um, at tað er friður um økið fram til Ólavsøku, og at broytingin kann lýsast eftir Ólavsøku. Sama dag svarar Eyðun Mohr Hansen, aðalstjóri í hinum ráðnum, Almannamálaráðnum, Løgmannsskrivstovuni, at Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í Almannamálum, hevur biðið um ein fund við løgmann um flytingina, men at hesin fundur ikki hevur verið enn. Síðani gongur ein mánaði, til løgmaður 16. juni boðar aðalráðunum frá, at hann stutt eftir Ólavsøku fer at senda út fráboðanina um, at familjurættarliga málsøkið verður flutt frá Heilsu og innlendismálum til Almannamál. Næsti teldupostur er frá 23. juli. Tá skrivar Edvard Heen til Eyðun Mohr Hansen aðalstjóran í Almannamálaráðnum, at hann saknar kunning um flytingina av málsøkjum, og at hann heldur, at tað er órógvandi, at støðan er eins ógreið og óavgreidd sum við ársbyrjan. Av tí at tað í februar varð tikin avgerð um, at málsøkið skuldi flytast, so er tað meira enn løgið, at Almannaverkið ikki hevur fingið meira ítøkiliga høvi ella eina orsøk til at arbeiða víðari við flytingini av málsøkinum, skrivar Edvard Heen. Edvard Heen vísir í teldupostinum á, at tey í Almannaverkinum vita, at fólk, ið hava arbeitt við familjurættarliga økinum, hava verið órógvað av flytingini, og at fleiri hava sagt seg úr starvi av tí sama. Tveir dagar seinni, tað vil siga 25. juli, sendir Eyðun Mohr Hansen, aðalstjóri í Almannamálaráðnum, teldupostin víðari til Marjuna Hanusardóttir, aðalstjóra í Løgmannsskrivsstovuni. Hann vísir á, at avtala hevur verið um, at Familjufyrisitingin skuldi seta seg í samband við Almannaverkið fyri at fáa fund um málið, so málsøkjabýtið kundi fyrireikast so gott, sum til ber, men at hetta ikki er hent. Aðalstjórin skrivar, at tað má verða ábyrgdin hjá tí, ið hevur málsøkið, og tískil eisini neyðugu vitan og tilfeingi at fyrireika flytingina. Aðalstjórin sigur, at so skjótt Almannamálaráðið verður kontaktað av Familjufyrisitingini ella Heilsu og innlendismálaráðnum, setur Almannamálaráðið tíð og orku av til at fyrireika málsøkjabýtið. Sørvágs kommuna hevur á bygdaráðsfundi viðgjørt fyrispurningin frá kommunufelagnum viðvíkjandi kommunalum samstarvi á eldraøkinum. Bygdarráðið samtykti á býráðsfundi 12. september, at kommunurnar í Vágum hava í nærum 50 ár samstarvað um eldraøkið, og hetta samstarv hevur riggað væl. Umsitingin hjá Tvøroyrar kommunu upplýsir fyri Kringvarpinum, at eingin bót varð skrivað frá 2016 til nú, ið skipanin verður tikin av, og heldur ikki í hagtølunum hjá løgregluni er nøkur parkeringsbót skrásett at verða givin á Tvøroyri hetta tíðarskeiðið. Bjarni Hammer, formaður í ferðslunevndini, sigur, at skipanin skuldi eftirmetast nú, og hildið varð, at óneyðugt er við sonuparkering í býnum. Christine Lagarde, stjóri í Altjóða gjaldoyragrunninum, sigur, at Bretland skal gera 63 handilsavtalur við ES, um tey fara úr samstarvinum uttan avtalu. Hon vísir á, at tað er stórarbeiði at gera. Lagarde sigur, at Brexit fer veruliga at skaða Bretland bæði búskapin og gjaldoyrað. Og sannlíkindi eru ikki fyri, at avtalur, sum verða gjørdar eftir Brexit, kunnu viga upp ímóti hesum bakkkasti. Tí hevur tað týdning, at Bretland og ES gera avtalur um útflutning áðrenn Brexit. Eitt uppskot um hetta var eisini í tinginum í undafarnu tingsetu. Tað bleiv samtykt eftir aðru viðgerð, men fall eftir triðju viðgerð. Sjálvstýri hevur eisini uppskot um, at tey, sum noyðast at endurnýggja koyrikortið fyri aldur, skulu frá 1.januar næsta ár ikki gjalda fyri kravdu læknaváttanina. Sjálvstýri sigur, at frá 1.juli í 2017 til 30.juni í ár, endurnýggjaðu 915 fólk koyrikortið fyri aldur. Tey elstu, tveir menn, vóru 95 ár. Tingið skal eisini viðgera eitt uppskot frá Sonju Jógvansdóttur, uttanflokkatingkvinnu, um, at fólk, sum flyta til Føroya úr londum, sum Føroyar ikki hava avtalu við um sosiala trygd, fáa fulla fyritíðarpensjón í Føroyum. Páll Fangi, Anna Frank, Kalt blóð og Tea og tjattið eru bert nakrar av teimum meira enn 300 bókunum, sum eru komnar út hesi árini. Turið Kjølbro, ritstjóri og samskipari í Krabbabókatoyminum, sigur, at tað hevur verið ein avbjóðing at fáa bøkur út á upprunaføroyskum, men hon fegnast um, at tey í ár hava megnað at fáa seks upprunaføroyskar krabbabøkur út. Í summar gav bólkurin, Fremmand, sína fyrstu útgávu út, sum eitur Unknown faces. Bólkurin hevur síðani verið á konsertferð í Týsklandi, og nú steðga tey á í Føroyum í nakrar dagar, áðrenn leiðin gongur til USA á konsertferð. Føroyska Jana Hjalgrímsdóttir er sangari og sangskrivari í bólkinum, meðan hini trý eru danir. Tobias Weltzer, trummur og sang, Rico Holmer, bassur og kór og Thea Berg, keyboard og kór. Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, broytir nú kunngerðina um koyrikort og koyrifrálæru, koyrikortkunngerðina, so at koyrikortið skal endurnýggjast, tá ið persónur verður 75 ár. Tað sigur Samferðslumálaráðið í tíðindaskrivi. Endurnýggjanin av koyrikortinum skal gerast við læknaváttan og verður galdandi í 5 ár. Tá ið persónurin verður 80 ár, skal koyrikortið endurnýggjast við læknaváttan 2. hvørt ár. Eftirspurningurin eftir føroyska bátinum er nógv minkaður, og nú livir hann bara á mentanarligum og ikki handilsligum grundarlagi. Todi Jónsson gavst í felagnum FCK fyri trettan árum síðani. Hann verður enn steðgaður á gøtuni, har fólk takka honum fyri avrikið. Men fótbóltur sum heild er ein farin tíð fyri hansara viðkomandi. Í Danmark hevur hann enn legendu status fyri avrikið í FCK. Hann spældi átta ár í felagnum FCK. Í fleiri førum átti hann metið sum mest skorandi leikari. Trettan ár eru liðin síðani, at Todi Jónsson gavst í felagnum. Men Todi er komin víðari og tímir ikki at fáast við fótbólt meira. Áhugin fyri fótbólti byrjaði tíðliga. Todi minnist afturá, tá hann var smádrongur. Summarkvøldini og fótbóltur hoyrdu saman. Tað var ikki nógv at gera ella fara til. Men fótbóltsvøllurin var har. Vit sóu, tá tey ungu fóru í dans tíðliga á kvøldi. Vit sóu tey eisini, tá tey vóru liðug í dansinum. Klokkan hevur verið seks um morgunin. So langar vóru summarnæturnar í Klaksvík, tá vit spældu fótbólt, greiðir 46 ára gamli Todi Jónsson frá í sendingini 25 minuttum. Yrkisleiðin í Danmark byrjaði ikki sum ein dreymur. Todi skuldi fyrst prógva seg í bæði 3. og 2. deild hjá Lyngby, áðrenn hann endiliga fekk ein hálvtíðarsáttmála við Lyngby. Svøvn fekk hann ikki. Hann arbeiddi fyrstu tíðina sum náttarvaktur á einum hotelli í Keypmannahavn. Ein tíma eftir arbeiðstíð skuldi hann møta á vøllinum at spæla fótbólt. Todi hevur familju í Danmark. Børn hansara eru uppvaksin og búgva har. Børnini hava lítið og einki tilknýti til Føroyar, og Todi hevur eisini valt at tosa danskt við tey. Hugurin at flyta heim hevur ikki verið har. Men nú byrjar at verða øðrvísi. Eftir at foreldrini fóru, byrjaði mín longsul til Føroya at blíva enn størri. Tá tey livdu, var mín longsul til Føroya ikki so sterkur, sum hann er nú. Tað er deiligt at vera í Føroyum. Tað er nostalgiskt. Serliga angurin av náttúrini. Tað er ein serligur angi, sum minnir meg á míni barnaár. Todi Jónsson greiðir frá verkætlanini handan F.C. Amager, og hvussu ein stórur partur av pengunum, sum hann hevði uppspart frá yrkisfótbóltinum, hvurvu eftir fáum tímum, tá fíggjarkreppan rakti Danmark. Alt tað image ið, eg hevði uppbygt í míni yrkisleið, og nokkso nógv av pengunum, eg hevði savnað saman í míni yrkisleið, blivu burtur uppá fáar tímar. Tað var nokkso hart akkurát tá, greiðir Todi frá. Harafturat greiðir Todi Jónsson frá tíðini á landsliðnum, har hann fyrst og fremst sá FCK sum sín arbeiðsgevara og tískil mátti raðfesta tað fremst. Størstu játtanirnar eru 10 milliónir krónur til Landssjúkrahúsið og serviðgerð uttanlands, 4,2 milliónir krónur til sakarmálskostnað hjá TAKS, umframt 4 milliónir til heilsutrygdarveitingar. Orsøkin til, at tørvur er á størri játtan til heilsutrygdarveiting, er, at útreiðslurnar eru hægri til kommunulæknar, heilivág, serlæknar, hjálpiráð og annað. Støðan er tann, at eitt mannligt sexsúmbol sjálvandi skal parast við kvinnum, ið hóska til maskulinitetin, og tað er eftir logikkinum í Hollywood, bara ungar kvinnur, ið kunna tað. Fiskimannafelagið hevur gjørt mynduleikarnar varugar við, at lønin hjá útlendsku manningini hjá reiðarínum Thor verður útgoldin á eina konto hjá reiðaríðnum, og teir tí ikki kunnu tryggja, at útlendingarnir fáa ta løn, teir hava rætt til. Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í Fíggjarmálum, lovar nú at kanna málið. Í dag er eingin áseting í Skattalógini um, at ein lønarkonto skal vera persónlig. Fiskimannafelagið metir, at talan er um eitt hol í skattalógini, tí teir kunnu ikki tryggja, at útlendskir fiskimenn fáa ta løn, teir hava rætt til. Og landsstýriskvinnan viðurkennir trupulleikan. Hon hevur heitt á umsitingina í F ggarmálaránum um at koma við einum uppskoti til eina loysn, sum kann veita vissu fyri, at lønmóttakarar fáa sína løn. Hans Andrias Kelduberg, reiðari á Thor, segði í Dag og viku í gjár, at hann skilur, at Fiskimannafelagið setur spurningin, um alt fer rætt fram, men hann veitir vissu fyri, at allir fiskimenn hjá Thor eru løntir sambært sáttmálanum. Menningarkvoturnar eru til meira skaða enn gang í eini tíð við nógvari ferð á búskapinum og manglandi arbeiðsmegi. Byggivinnan og ferðavinnan skulu kappast við fiskivinnuna um hendurnar, og tað skeiklar arbeiðsmarknaðin at fiskavirking á landi er so nógv stuðla, sum við menningakvotunum, sum krevur at fiskurin skal virkast á landi í eitt nú Hvalba í Miðvági og í Vestmanna. Hetta er ikki góður vinnupolitikkur, sigur Marita Rasmussen, stjóri í vinnuhúsinum. Tvørturímóti skapar tað størri løngarglíðing, og tað verður helst neyðugt at innflyta arbeiðsmegi at virka fiskin. Hoyr eisini kjakið millum Høgna Hoydal landsstýrismann, Jørgen Niclasen, formann í Fólkflokkinum, Bárð Nielsen, formann í Sambandsflokkinum og Bill Justinussen úr Miðflokkinum. Í sendingini hitta vit Ólav Højgaard og Niels Olsen úr Vestmonnum, og síðani tosa vit við tveir av limunum í bólkinum Mold, sangaran Niclas Thorsteinson og urguleikaran, Guðmund Helmsdal Nielsen umframt ein av frontfigurunum í bólkinum McHár, Niels Una Dam. Í seinra tímanum fara vit ein túr í Club 20 í hálvfemsunum, har millum aðrir, Kári Annand Berg stýrdi dansigólvinum sum DJ. Eisini kemur Emil Hermansen, gittarleikarin og sangskrivarin í legendariska rokkbólkinum Present Past at greiða frá bólkinum, tónleikinum og einastu útgávu teirra, sum kom út í 1999 og sum hevði heitið, You never know. Eisini fer Jógvan Isaksen at ummæla savnið, Koralbruni eftir Onnu Maluna Jógvansdóttir. Venjingin skuldi ímynda, at eitt ferðafólkaflogfar RC 411 úr Spania gjørdist vrak í samband við lendingina á flogvøllinum. Skaðastaðið var eystanfyri flogbreytina oman ímóti vatninum. Sløkkiliðini í Vágum, Vestmanna og Kvívík luttóku í venjingini, og harumframt var løgreglan, sjúkraflutningstænastan, MRCC og Vága Bjargingarfelag við. Samanlagt luttóku 400 sløkkiliðs bjargingarfólk, statistar og fyriskiparar í venjingini. Jákup Haraldsen, tilbúgvingarleiðari í Vága floghavn, høvuðsfyriskipari av venjingini, var væl nøgdur við venjingina, tá hon var av um sjey tíðina í gjárkvøldið. Eg haldi, at venjingin gekk heilt væl. Vit sum skipa fyri venjingini hava nøkur ting, sum vit vilja venja. So um fólk varnast, at okkurt manglaði, so er tað tí at vit hava valt tað. Men sum heild hava vit rokkið tað, sum vit ynsktu, og øll sum vóru við í venjingini síggja, at hetta var ein av teimum stórstu venjingunum, sum vit fara at síggja í Føroyum nakrantíð Tað er eitt mynduleikakrav, at Vága Floghavn skal hava eina fullskalavenjing fjórða hvørt ár, sum hevur til endamáls at royna tilbúgvingarætlanina hjá bæði Vága Floghavn og teimum, sum eru knýtt at tilbúgvingini hjá flogvøllinum. Undir venjingini hendi tó eitt ótilætlað óhapp, tá annar av sløkkiliðsbilunum hjá Vága Floghavn koyrdi út av og stóð fastur í moldini. Hetta hevði eyka arbeiði við sær fyri sløkkiliðið, men Jákup Haraldsen heldur, at eisini hetta var góður lærdómur, tí óhapp henda jú eisini í veruleikanum. Tað tók bjargingarfólkunum umleið tveir og ein hálvan tíma at fáa øll fólkini av skaðastaðnum, og tað er á góðari leið, í mun til at venjingin varð avmarkað, tí allir stovnar í tilbúgvingini ikki vóru við, sigur Jákup Haraldsen. Venjingin hevði verið eitt sindur øðrvísi um eitt nú báðar tyrlurnar og fleiri bjargingarlið vóru við, vísur hann á. Tilbúgvingarvenjingar eru mynduleikakrav Vága Floghavn skal hava stóra venjing fjórðahvørt ár, so tilbúgvingarætlanirnar kunnu roynast í verki av øllum pørtunum, sum varða av teimum. Fleiri eygleiðarar vóru til venjingina, og ein frágreiðing um venjingina verður liðug í desembur, sigur Jákup Haraldsen. Longu um tvær viku hittast partarnir tó aftur til eina fyribils niðurstøðu av venjingini. Hetta er ein sonn søga um, hvussu fýra djørv og gløgg børn bjarga sær sjálvum og abba sínum á rannsóknarferð til Fjallið við teimum trimum hellunum. Ein rannsóknarferð, sum var um at enda í einari vanlukku. Per Olov Enquist skrivaði og Hugin Eide týddi til føroyskt. Elin á R gvi lesur og leggur til rættis. Pauli Magnussen setti saman. Hilda B. Mortensen er vertur. Hetta er ein sonn søga um, hvussu fýra djørv og gløgg børn bjarga sær sjálvum og abba sínum á rannsóknarferð til Fjallið við teimum trimum hellunum. Ein rannsóknarferð, sum var um at enda í einari vanlukku. Per Olov Enquist skrivaði og Hugin Eide týddi til føroyskt. Elin á R gvi lesur og leggur til rættis. Pauli Magnussen setti saman. Hilda B. Mortensen er vertur. Hetta er ein sonn søga um, hvussu fýra djørv og gløgg børn bjarga sær sjálvum og abba sínum á rannsóknarferð til Fjallið við teimum trimum hellunum. Ein rannsóknarferð, sum var um at enda í einari vanlukku. Per Olov Enquist skrivaði og Hugin Eide týddi til føroyskt. Elin á R gvi lesur og leggur til rættis. Pauli Magnussen setti saman. Hilda B. Mortensen er vertur. Hetta er ein sonn søga um, hvussu fýra djørv og gløgg børn bjarga sær sjálvum og abba sínum á rannsóknarferð til Fjallið við teimum trimum hellunum. Ein rannsóknarferð, sum var um at enda í einari vanlukku. Per Olov Enquist skrivaði og Hugin Eide týddi til føroyskt. Elin á R gvi lesur og leggur til rættis. Pauli Magnussen setti saman. Hilda B. Mortensen er vertur. Hetta er ein sonn søga um, hvussu fýra djørv og gløgg børn bjarga sær sjálvum og abba sínum á rannsóknarferð til Fjallið við teimum trimum hellunum. Ein rannsóknarferð, sum var um at enda í einari vanlukku. Per Olov Enquist skrivaði og Hugin Eide týddi til føroyskt. Elin á R gvi lesur og leggur til rættis. Pauli Magnussen setti saman. Hilda B. Mortensen er vertur. Hetta er ein sonn søga um, hvussu fýra djørv og gløgg børn bjarga sær sjálvum og abba sínum á rannsóknarferð til Fjallið við teimum trimum hellunum. Ein rannsóknarferð, sum var um at enda í einari vanlukku. Per Olov Enquist skrivaði og Hugin Eide týddi til føroyskt. Elin á R gvi lesur og leggur til rættis. Pauli Magnussen setti saman. Hilda B. Mortensen er vertur. Hetta er ein sonn søga um, hvussu fýra djørv og gløgg børn bjarga sær sjálvum og abba sínum á rannsóknarferð til Fjallið við teimum trimum hellunum. Ein rannsóknarferð, sum var um at enda í einari vanlukku. Per Olov Enquist skrivaði og Hugin Eide týddi til føroyskt. Elin á R gvi lesur og leggur til rættis. Pauli Magnussen setti saman. Hilda B. Mortensen er vertur. Hetta er ein sonn søga um, hvussu fýra djørv og gløgg børn bjarga sær sjálvum og abba sínum á rannsóknarferð til Fjallið við teimum trimum hellunum. Ein rannsóknarferð, sum var um at enda í einari vanlukku. Per Olov Enquist skrivaði og Hugin Eide týddi til føroyskt. Elin á R gvi lesur og leggur til rættis. Pauli Magnussen setti saman. Hilda B. Mortensen er vertur. Hetta er ein sonn søga um, hvussu fýra djørv og gløgg børn bjarga sær sjálvum og abba sínum á rannsóknarferð til Fjallið við teimum trimum hellunum. Ein rannsóknarferð, sum var um at enda í einari vanlukku. Per Olov Enquist skrivaði og Hugin Eide týddi til føroyskt. Elin á R gvi lesur og leggur til rættis. Pauli Magnussen setti saman. Hilda B. Mortensen er vertur. Hetta er ein sonn søga um, hvussu fýra djørv og gløgg børn bjarga sær sjálvum og abba sínum á rannsóknarferð til Fjallið við teimum trimum hellunum. Ein rannsóknarferð, sum var um at enda í einari vanlukku. Per Olov Enquist skrivaði og Hugin Eide týddi til føroyskt. Elin á R gvi lesur og leggur til rættis. Pauli Magnussen setti saman. Hilda B. Mortensen er vertur. Hetta er ein sonn søga um, hvussu fýra djørv og gløgg børn bjarga sær sjálvum og abba sínum á rannsóknarferð til Fjallið við teimum trimum hellunum. Ein rannsóknarferð, sum var um at enda í einari vanlukku. Per Olov Enquist skrivaði og Hugin Eide týddi til føroyskt. Elin á R gvi lesur og leggur til rættis. Pauli Magnussen setti saman. Hilda B. Mortensen er vertur. Hetta er ein sonn søga um, hvussu fýra djørv og gløgg børn bjarga sær sjálvum og abba sínum á rannsóknarferð til Fjallið við teimum trimum hellunum. Ein rannsóknarferð, sum var um at enda í einari vanlukku. Per Olov Enquist skrivaði og Hugin Eide týddi til føroyskt. Elin á R gvi lesur og leggur til rættis. Pauli Magnussen setti saman. Hilda B. Mortensen er vertur. Í Málteiginum hesaferð tosa vit um at benda nøvn. Elin Henriksen greiðir frá, hvussu, nær og um fornøvn, eftirnøvn, staðarnøvn, nøvn á fyritøkum ella virkjum og so framvegis skulu bendast. Tá tað snýr seg um eftirnøvn, ið enda við son, eru heilt serligar reglur galdandi, sum ikki hava so nógv við mállæru at gera. Tað er soleiðis, at um so er, at tú eitur Kristiansson til eftirnavn eftir pápa tínum, so bendist navnið til Kristianssyni í hvørjumfalli, meðan eitur tú Kristiansson til eftirnavn sum eitt ættarnavn, so bendist tað ikki. Fyritreytin fyri at vita, um navnið skal bendast ella ikki, er sostatt, at tú kennir familjubondini hjá viðkomandi, hvørs eftirnavn tú skal benda. Hetta er ein sonn søga um, hvussu fýra djørv og gløgg børn bjarga sær sjálvum og abba sínum á rannsóknarferð til Fjallið við teimum trimum hellunum. Ein rannsóknarferð, sum var um at enda í einari vanlukku. Per Olov Enquist skrivaði og Hugin Eide týddi til føroyskt. Elin á R gvi lesur og leggur til rættis. Pauli Magnussen setti saman. Hilda B. Mortensen er vertur. Hoyr sendingina her Víð í sendingina hesaferð eru Regin Jespersen, Dennis Holm, Frans Jensen, Hallur Thorsteinsson, Elin Henriksen, Turið Kjølbro, Annika Skaalum. Í Suma hesa ferð fara vit at vitja Sáru. Sára er tann perfekti miðlingurin. Hon hevur fýra eldri og fýra yngri systkin. So gongur hon eisini til estetiskan fimleik hjá Havnar Fimleikarfelag. Huglagið var fjálgt og hugnaligt, og borðreitt varð við fiskasúpan, pylsum og lskyns køkum, tá Nón vitjaði í Vestmanna. Vit hittu Niels Petersen, ið hevur verið sløkkiliðsmaður síðani 1980. Hann sigur okkum um eitt nú stóru eldsbrunarnar í Vestmanna í 1969 og 1970, samstundis sum nomið verður við sløkkiliðið í dag. Gyðja Hjalmarsdóttir er eitt av listarfólkunum, ið sýnir fram í kantinuni í Heilsumiðstøðini. Vit skifta orð við Gyðju um framsýningina og ymiskt annað eisini. Vestmanna hevur í mong ár verið sera virkin, tá talan er um ferðavinnu. Gunnar Skúvadal sigur okkum um eitt nú virksemið og hvussu hildnast hevur higartil í ár. Á Rógvu er eitt kent familjunavn í Vestmanna og hetta tosa vit um við Jákup í Gerðunum. Útstykkingin á Grótbrúgv er nú liðug. Vit tosa við borgarstjóran Paula Trond Petersen um eitt nú útstykkingina, fólkatalið og framtíðarætlanir. Páll Hell er søgufróður vestmenningur, ið sjálvur annar stendur fyri framsýning við myndum av Vestmanna fyrr og nú. Vit skifta orð við Páll um eitt nú hesa framsýning. Og hvussu finnur tú Ársins Vestmenning er ein av spurningunum, ið vit umrøða saman við Maud Poulsen. Tú kanst hoyra Nón sendingina úr Vestmanna her Aksel V. Johannesen var á fundi við lokalfeløgini hjá Javnaðarflokkinum í Suðuroynni í gjár. Men hann vil ikki siga, hvat hann hevur tosað við feløgini um. Sum skilst hevur hann eisini fingið kunning um millum annað støðuna í býráðnum á Tvøroyri. Hesar myndirnar, sum J og K Petersen hevur tikið, eru fra seinnapartinum í dag. Tað er J og K Petersen, sum er undirveitari hjá NCC, sum stendur fyri hesum arbeiðnum. Teitur Samuelsen, stjóri fyri Eysturoyartunnlinum, sigur í dag, at nú eru boraðir umleið 900 metrar frá rundkoyringini og til Rókina, samlaði teinurin er 2.200 metarar. Tað var sjónin, sum møtti bjargingarfólkunum á flogvøllinum í gjár, tá mest umfatandi tilbúgvingarvenjing nakrantíð varð fyriskipað. Sølan í smásølum verður gjørd upp hvønn ársfjórðing í trimum høvuðsbólkum, matur og alkoholfríar drykkjuvørur, klædnavørur og fótbúnaður og búnýti og innbúgv. Javnstøðunevndin hevur gjørt vegleiðing til arbeiðsgevarar at brúka, tá teir lýsa eftir starvsfólki. Har minnir nevndin á at brúka orðingar og myndir, sum venda sær til bæði kynini. Eisini er ein leiðbeining til, hvussu lýsingar kunnu orðast til størv, har kyn er partur av starvsheitinum. Endamálið við vegleiðingini er millum annað at minka um ótilvitaðan mismun, skapa betri trivnað á arbeiðsplássinum og við tíðini eisini ein fjølbroyttari arbeiðsmarknað, sigur Javnstøðunevndin. Tað hevði verið fantastiskt, um hvør einstakur næmingur fann sína egnu ítróttargrein, sigur Toni Dam, sum heldur, at lærugreinin ítróttur í fólkaskúlanum eigur at verða dagførd. Toni Dam hevur altíð verið ítróttarmaður. Seinastu árini er tað innirógvingin, sum hevur fylt mest, og úrslitini hava verið framúr. Fleiri føroyameistaraheiti, Gull í EM og evropeiskt met, silvur í Heimsmeistarakappingni umframt eina rúgva av øðrum heiðursmerkjum. Hendan dagin í 1968 var útvarpið tilstaðar, og vit hoyra brot úr upptøkum, sum vórðu gjørdar í sambandi við hátíðarhaldið í Fugloy. Formaðurin í SEV stýrinum tá Dánjal Pauli í Búðini av Velbastað, var ein av fleiri, sum helt røðu. Amalia í Frammistovu var 9 ára gomul, tá oyggin fekk ravmagn, og hon minnist afturá, hvussu gerandisdagurin varð kollveltandi broyttur. Tvær aðrar oyggjar fingu eisini streym í 1968, Mykines og Svínoy, men í dag seta vit fokus á Fugloy, tí tað eru neyvt 50 ár í dag síðani, at oyggin á fyrsta sinni fekk ravmagn. 23. umfar í landskappingini í fótbólti hjá monnum verður um vikuskiftið, og sunnudagin kann verða dagurin, tá føroyameistaraheitið verður avgjørt, tá KÍ tekur í móti HB í Klaksvík. HB liggur so væl fyri í kappingini, at teir við einum javnleiki kunnu tryggja sær meistaraheitið í fótbólti, hóast fýra umfør eru eftir. Kristian Joensen, KÍ ari, væntar, at KÍ fer at megna at útseta meistaraheitið hjá HB, meðan Allan Samuelsen, HB ari, vil hava HB at avgera alt beinanvegin, og ongantíð betur, um tað verður við Djúpumýru í Klaksvík. Pallsetingin var, at eitt ferðafólkaflogfar bleiv í lending vrak eystan fyri flogbreytina oman móti vatninum. Bæði skaðastaðið og talið av luttakarum var stórt. Nakrir av teimum umleið 400 statistunum og bjargingarfólkunum, sum Kringvarpið fekk orðið á aftaná venjingina hildu, at venjingina vera bæði áhugaverda og læruríka. Tað tók bjargingarfólkunum umleið tveir og ein hálvan tíma at fáa øll fólkini av skaðastaðnum, og tað er nøktandi í mun til, at venjingin varð avmarkað, tí allir stovnar í tilbúgvingini ikki vóru við, heldur Jákup Haraldsen, tilbúgvingarleiðari í Vága Floghavn, og høvuðsfyriskipari. Nógvir eygleiðarar vóru við í venjingini, tí endamálið er at staðfesta, hvat er í lagi, og hvat eigur at broytast, sigur tilbúgvingarleiðarin í Vága Floghavn. Men Thorbjørn var áhaldsin og datt fyri borð. Í 17 og ein hálvan tíma fleyt hann í sjónum. Tyrlur og skip leitaðu, men tá komið var út á náttina góvust tey at leita, tí mett var, at Thorbjørn var deyður og ikki at finna. Men so var ikki. Ein bátur fann hann tilvildarliga og hann varð tikin upp og flogin á sjúkrahús, tí hann var kaldur og illa at holdið komin. Fleiri politikkarar hava funnið út av, at gáttin er rættuliga lág í øllum miðlunum, tá ein fyrispurningur frá einum løgtingslimi kemur á telduposti til redaksjónina. Hvat er bestu mátin at styrkja politiska journalistikkin, spyrja vit Árna Gregersen, journalist, Beintu Løwe, journalist, John Johannessen, viðmerkjara og Súsonnu Olsen, stjórmálafrøðing. Orsøkin er, at fólkatalið í heiminum veksur. Størstu nøgdirnar eru í ídnaðarlondunum, hóast bert 16 prosent av fólkinum búgva í teimum londunum, stendur í frágreiðingini. Eftir kanningini fer nøgdin av ruski í suðurasia at tvífaldast til 2050 og í Afrika fer nøgdin at trífaldast. Verður einki gjørt, so fer tað at vera eitt afturstig fyri allan heimin, sigur menningarstjórin í heimsbankanum, Silpa Kaza. Hann vísir á, at nógva kann sparast, um londini gera meir fyri at savna ruskið saman og endurvinna ein stóran part av ruskinum. Sum er, verður 90 prosent av ruskinum tveitt á opin ruskpláss, uttan at meir verður gjørt við tað. Og tað er serliga galdandi í fátæku londunum. Í býunum har trupulleikin við ruskin er størst, er væntandi játtan til ruskinnsavning størsti trupulleikin, vísir heimsbankin á. Tí letur tað seg væl gera, at privatar fyritøkur taka um endan, og fáa gongd á endurnýtslu av nógva ruskinum, eru ráðini frá heimsbankanum. Tað heldur rætturin vera neyðugt, eftir at hon í 2015 legði myndir út á Twitter í desember í 2015 av ræðuleikum sum Islamskur Statur hevði framt. Tað var fáar vikur eftir at limir í IOslamskum Stati gjørdu av við 130 fólk í Paris. Marine Le Pentapti á forsetavalinum í 2017 ímóti Macron, og stiutt eftir tað var hennara polittiski immunitetur tikin frá henni, so hon kundi koma fyri rættin. Boðini frá rættinum eru frá 11.september, og rætturin kvil hava kanningina, fyri at fáa greiðu á, um Le Pen skilir viðmerkingar og kann svara spurningum. Eg trúði at eg hevði upplivað alt, men tað tykist ikki vera so, og fyri at finnast at Islamskum Stati, vil rættarskipanin hava meg til mentalkanning. Hvussu langt kann samfelagið fara,spyr Marine Le Pen. Stóri fólkavøksturin ger, at eftirspurningurin eftir tænastum frá heilsuverkinum og almannaverkinum veksur, og tí er brúk fyri fleiri pengum har. Heilsutrygd skal, sambært uppskotinum um eykajáttanarlógini, hava fýra milliónir krónur aftuat til millum annað kommunulæknar, heilivág, serlæknar og hjálpiráð. Inntøkurnar hjá landskassanum vaksa tó eisini, tí fleiri arbeiða. Landsskatturin og aðrar inntøkur eru higartil í ár sjey prosent størri enn solmu tíð í fjør. Kostnaðurin er 34 milliónir krónur. Saman við uppskotinum um verklagslóg hevur landsstýrið gjørt uppskot um eykajáttanarlóg, sum 16 milliónir krónur. Báturin, sum nú skal byggjast, fer at loysa størstu avbjóðingarnar hjá Strandfaraskipum landsins, siga Samferðslumálaráðið og Strandferðslan Rúni Nielsen er whiskyfjeppari um ein háls. Hesuferð fortelur hann um fyribrigdið óheftir tapparar . Hetta ber í sær, at tað eru feløg, sum keypa heilar tunnur av whisky og sjálv tappa tað á fløsku. Endamálið er at fáa til vega single malt, single cask, cask strength whisky, sum man ikki vanliga fær í handlunum. Tað er whisky, sum er úr einari distillatión, einari tunnu og hevur styrkina, sum tað vanliga hevur í tunnuni á goymslu, tað vil siga at tað ikki er vantað niður, so tað missir smakk. Í Skotlandi eru fleiri feløg, sum hava hetta sum endamál. Men tað eru eisini feløg í Føroyum, sum hava keypt whiskytunnur frá einum distillaríi, til dømis felagið Einmalt. Rúni Nielsen sigur, at tað eisini eru privatpersónar, sum gera hetta. Tó er forðingin tann, at man ikki kann innflyta heilar tunnur av whisky til Føroya, tað er ikki loyvt, men so verður tunnan bara standandi uttnlands, eitt nú í Skotlandi ella Danmark, og so kunnu fólk, sum hava keypt sær part í hesari tunnu, taka whisky ið við á vanligan hátt til Føroya og gjalda tann toll, tað hevur við sær. Hoyr innslagið, sum varð sent í vikuskiftissendingini Filmsfelagið fer í vetur, eins og undanfarin ár, undir at vísa filmar í Havnar Bio. Felagið hevur longu víst sín fyrsta film, og næsti á skránni er filmurin Beast, sum verður vístur nú mikudagin. Fiilmsfelagið er eitt felag, sum er kuraterandi , tað vil siga skipar fyri, hvørjir filmar verða vístir, greiðir Birgir frá. Felagið hevur sum so ikki nakað við filmsgerð at gera, tó at felagið loftar føroyskum filmsverkætlanum og vísir filmarnar fyri fólki. Spurdur um, hvørt Filmsfelagið fer út um bøgarðarnar í Havn, sigur Birgir, at tað ikki beinleiðis er endamál felagsins. Men treyðugt so eru Føroyar ikki so stórar, at samstarv ikki ber til. Í hesum sambandi nevnir hann samstarvið millum Filmsfelagið og Atlantis Bio í Klaksvík. Tað eru eisini onnur støð í Føroyum, sum hava møguleika at hava biograf, eitt nú Løkshøll í Runavík og SALT á Drelnesi, men í altjóða filmsvinnuni er tað eitt sindur trupult á tann hátt, at tey, sum gera filmar og her tosa vit um kommersiellar filmar seta nógvar treytir við, um tey vilja lata ein biograf vísa teirra film. Ein treyt er til dømis skipað atgongumerkjasøla á netinum. Hoyr prátið, sum varð sent í vikuskiftissendingini Og samgonan fer at fylgja tilmælinum frá Landsverki, hóast landsstýrismaðurin í samferðslumálum hevur sagt, at berghol til Fámjins skal vera tað fyrsta, sum tunnilstoymið hjá Landsverki fer undir. Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, vil ikki gera samrøðu í dag, men sigur í stuttari viðmerking, at sjálvandi virði hann avgerðarrættin hjá løgmanni, men um hann fer at seta avgerðina í verk, er eitt heilt annað mál. Er ætlanin at fara aðrastaðni at bora fyrst, mugu tey, sum vilja tað, finna útav tí og taka ábyrgdina fyri tí, sigur Henrik Old, landsstýrismaður í stuttari viðmerking seinnapartin. Útvarpið fylgir við 23.umfari í bestu deildini. Sendingin Bólturin byrjar klokkan 14 15 sunnudagin, og tá verður eisini sagt beinleiðis frá dystinum millum KÍ og HB. Hagtølini vísa ikki, hvønn kremið er selt til. Alt er tó ikki selt til viðskiftafólk hjá apotekinum Havn, tí ein partur er seldur til onnur apotek. Fólk fáa skrubb, tá ið tey fáa skrubbmottu á húðina, sum borar seg niður í húðina, har hon kann verpa egg. Skrubb skriðar sera illa, serliga um náttina, tá ið hitin undir dýnuni kann gera mottuna virkna. Tað ganga 2 3 vikur frá tí, ein er smittaður til skriðin byrjar. Til ber at smitta í hesum tíðarskeiðnum, skrivar gigni á heimasíðuni. Tað er einki krav, at landslæknin skal hava fráboðan um skrubbtilburð. Tí hevur hann heldur einki yvirlit yvir, hvar skrubb er í landinum. Samanlagt hevur apotekið higartil í ár selt 140 pakkar av kreminum Nix, sum verður nýtt ímóti skrubb, ella fnat, sum tað eisini nevnist. Í august seldu Tjaldurs Apotek 45 pakkar av Nix og í higartil í september hevur apotekið selt 39 pakkar, samanlagt 84 pakkar seinastu tveir mánaðirnir. Tjaldurs apotek vísur á, at alt er ikki selt til kundar úr Havn, ein partur er seldur til onnur apotek, millum annað Norðoya apotek. Apotekini bíleggja heilivág í hvør sínum lagi, og tí mynda tølini frá Tjaldurs apoteki ikki samlaðu sølanuna av Nix í øllum landinum. Eitt annað krem verður eisini nýtt fyri skrubb, men tí verður selt sera lítið av. Skrubb, fnatt ella scabies, kemur av einari lítla mottu í húðini, sum gravar seg niður í húðina við síðuna av einum hársekki ella innast í einum húðarfaldi. Skrubb gevur ringan skriða, tí skrubbmottan, skarnið og eggini stimbra immunverjuna, og hetta ber við sær ein ógvusligan skriða. Umleið 3 vikur ganga frá tí, at ein er smittaður, til skriðin byrjar. Tað skrivar apotekið um sjúkuna Skrubb smittar við tættum kropsligum sambandi serliga í seingjarhitanum, men eitt nú børn kunnu eisini verða smittað, tá ið tey spæla saman. Motturnar klára at yvirliva eina tíð í seingjarklæðum 2 4 dagar uttan vert, Apotekið skrivar, at hevur tú illgruna um skrubb, eigur tú at fara til lækna fyri at fáa eina sjúkugreining. Skrubb verður viðgjørt við Nix, ið drepur skrubbmotturnar. Kremið verður gníggjað um allan kroppin. Nix fæst í hondkeypi á apotekinum. Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Kristina Háfoss, hevur sent eitt uppskot til hoyringar um at gera tað skattafrítt at langtíðarútleiga bústaðir. Tað heldur Eyvind Akraberg Hansen í Havnar fimleikafelag, sum er dómari í altjóða fimleikakappingini World Challenge Cup í Szombathely í Ungarn í løtuni. Sær fimleikarin tað sum ein altjóða dómari sær, er lættari at leggja venjingina til rættis, og soleiðis kann støðið í Føroyum hækka, sigur Eyvind Akraberg Hansen Fornleivdir eru funnar eftir búsetingum frá víkingatíðini í Ergidali, og FNU finst at orkupolitisku ætlanini hjá SEV og Umhvørvisstovuni, tí hon ikki leggur upp fyri náttúru, umhvørvi og mentanararvi. Starvsmannafelagið sigur seg hava fingið at vita frá flogternunum, at orsøkin til hetta stigið er ikki misnøgd við Starvsmannafelagið. Men flogternurnar halda, at tær fáa meira burtur úr at skipa seg í egið fakfelag undir danska fakfelagnum FPU, Flyvebranchens Personale Union. Sáttmálin var ein økissáttmáli, tað er, at hann var galdandi fyri øll starvsfólkini, bæði fyri limir í Starvsmannafelagnum og tey, sum ikki eru limir har. Sonevndi subpolari meldurin, ein havstreymur, ið melur í ring í Norðuratlantshavi, er styrknaður seinastu árini. Tað skrivar Havstovan á heimasíðuni. Hitatap frá havi til lofthav seinastu vetrarnar hevur havt við sær, at nógvur sjógvur er sokkin niður á stór dýpi í Labradorhavinum og Irmingerhavinum, og soleiðis er styrkin á subpolara meldrinum økt eftir veturin 2014 2015. Havstovan spáddi longu í 2016, at hetta kundi føra við sær økta uppblanding av tøðevnum, og tískil øktan gróður og økta mongd av djóraæti, sum er føði fyri fugl og fisk. Og nú eru veruliga tekin um batar inni á Landgrunnium, tí øking sæst millum annað í gróðri, nøgdini av nebbasild á Landgrunninum, nøgdini av sjófugli í bjørgunum og av botnfiski, skrivar Havstovan. Áheitanin kemur eftir at formaðurin í evroparáðnum, Donald Tusk, á sosialum miðlum rekur fram undir, at bretar vilja sleppa at velja og vraka í eini komandi avtalu við ES. Til dømis vilja bretar hava fríari handil enn ES londini halda vera rímiligt, og samstundis vil Bretland sjálvt hava ræði á, hvør kemur inn í landi. Og tað var hetta, sum fekk Donald Tusk at skriva argandi á sosiala miðilin Instagram, at bretar vilja velja bestu bitarnar av einum ES samstarvi og vraka restina. Tað hevur fingið øði í bretar, og er heldur ikki gott fyri arbeiðslagið hjá teimum sum skulu samráðast, sigur Jeremy Hunt uttanríkisráðharri. Bretski forsætisráðharrin, Theresa May, legði fram eitt uppskot til framtíðarsamstarv í Salzburg í Eysturríki hesa vikuna, men ES leiðarar vrakaðu stórar partar av uppskotinum. Nýggja búskaparsamstarvið fer ikki at rigga, siga tey, og kann undirgrava evropeiska felagsmarknaðin. Eg havi víst ES virðing, og nú vil Bretland eisini hava virðing. Tað kann ikki góðtakast, bara at vraka eitt uppskot uttan at greiða frá hví, ella koma við einum nýggjum uppskoti. Tað er nú upp til ES at koma við uppskoti til, hvussu vit samráðast víðari. Annars koma vit ikki víðari. Samstundis mugu bretar fyrireika seg til, at eingin avtala verður gjørd, segði hon á tíðindafundi. Eftir ætlan fer Bretland úr ES 29. mars komandi ár, og er eingin avtala um eitt nú handils og útlendingaviðurskifti áðrenn tað, verður Bretland at rokna sum vanligt triðja land, sum kann fáa stórar handilsligar og politiskar avleiðingar. Á Skála spæla bæði kvinnu og mansliðið hjá Stíf. Fyrst tekur kvinnuliðið í móti Stjørnuni úr Klaksvík, og síðani spæla menninir í móti KÍF. Í Vestmanna spæla kvinnuliðini hjá VÍF og Kyndli. Tveir hondbóltsdystir vórðu eisini spældir í gjárkvøldið, tá Team Klaksvík tók í móti VÍF í Klaksvík, og kvinnuliðið hjá H71 tók í móti Neistanum. Hugskotsverkstovan, Talgilda tín bý, hevur verið í Havn um vikuskiftið. Endamálið var at fáa hugskot, sum kunnu vera við til at talgilda býin, og besta hugskotið er ein skipan, ið skal lætta um parkeringstrupulleikarnar í býnum. Annika Gregoriussen, Hans Olivur Joensen, Hilmar Simonsen og Birita Jacobsen mannaðu vinnandi bólkin, TórsPark, sum fekk 50.000 krónur fyri besta hugskotið. Traðka er ein app, ið á stuttligan hátt eggjar fólki at ganga, súkkla og taka bussin heldur enn bilin til og frá arbeiði. Endamálið er minka um dálkandi útlát frá ferðsluni. Saman er ein app, ið skal knýta fólk við somu áhugamálum saman, so tey í felag kunnu ganga til ítriv ella gera eitthvørt annað, ið tey hava hug til. Níggju aðrir bólkar vóru við í hugskotsverkstovuni, sum KT deildin og Hugskotið í Tórshavnar kommunu skipaðu fyri saman við Fróðskaparsetur Føroya í Sjóvinnuhúsinum fríggjadagin og í gjár. Budonord Cup í taekwondo hevur verið í Skanderborg um vikuskiftið, og føroyska felagið, Hwarang Føroyar, hevur vunnið seks heiðursmerki. Fimm úr gulli og eitt silvur. Vit eru sera væl nøgd við úrtøkuna. Enn ein sigur til sigursvanda felagið, Hwarang Føroyar, skrivar felagið á sínum facebookvanga. Fiskimálaráðið skal hava meira pengar at reka ráðið fyri. Ráðið hevur biðið um 600.000 krónur í eykajáttan, sum skal viðgerast í løgtinginum týsdagin. Og so kosta menningarkvoturnar eisini ráðnum eyka pengar, og haraftrat má Fiskimálaráðið hava meira pengar, tí ráðið hevur øktar útreiðslur til advokathjálp. Danska fíggjarmálaráðið upplýsir, at seinast í 2020 verður møguligt at fáa koyrikortið sum app. Koyrikortið verður sostatt tað fyrsta samleikaprógvið, sum verður talgilt. Danska stjórnin ætlar, at fólk skulu kunna hava samleikaprógvini uppi á sær, tá tey hava brúk fyri teimum. Og tí hevur stjórnin nú tikið fyrsta stigið til at talgilda tey. Hetta er neyðugt, tí tað kemur fyri, at starvslýsingar venda sær bert til annað kynið, og tað er ekskluderandi, sigur Ólavur Ellefsen, formaður í Javnstøðunevndini. Enn er ógreitt, hvussu politiska ósemjan um Dalstunnilin og Fámjinstunnilin verður loyst. Men landsstýrisfundur verður fyrrapartin í morgin, tá kann verða, at ein loysn verður funnin. Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, sigur við útvarpið, at hann ikki hevur givið Landsverki boð um, at Dalstunnilin skal borast fyrst. Og hann vil ikki siga, um hann yvirhøvur FER at geva tey boðini. Landsstýrismaðurin ætlaði, at Fámjinstunnilin skuldi borast fyrst, og Landsverk hevur gjørt klárt til ta boringina. Men seinast í vikuni komu kontraboð frá løgmanni og samgonguni, at tunnilin til Dals skal raðfestast fyrst. Ein frágreiðing, sum Landsverk herfyri gjørdi um tunlarnar til Dals og Fámjins, sigur, at ein tunnil til Dals er munandi meira átrokandi enn ein tunnil til Fámjins. Henrik Old, sum er landsstýrismaður í tunnilsmálum, hevur annars tvíhildið um, at tunnilstoymið hjá landinum skal bora Fámjinstunnilin fyrst. Spurningurin er so, hvussu ósemjan millum landsstýrismannin og løgmann verður loyst. Løgmaður kann geva Henrik Old boð um at broyta boðini til Landsverk. Noktar landssýrismaðurin at gera tað, so hevur løgmaður møguleika at taka málsøkið frá landsstýrismanninum og umsita tað sjálvur. Regluligur landsstýrisfundur er í morgin klokkan 9. Sum skilst stendur málið um tunlarnar ikki á skrá sum sjálvstøðugt mál, men tað er rættiliga sannlíkt, at landsstýrið fer at viðgera ósemjuna millum løgmann og landsstýrismannin í samferðslumálum. Stjórnarflokkurin, Siumut, við Kim Kielsen á odda, hevði tríggjar fundir fríggjadagin. Tveir við Inuit Atagatigiit og so ein fund við demokratarnar. Floksskrivarin hjá Siumut, Mikael Petersen, sigur, at eydnast ikki Kim Kielsen at skipa samgongu nú, hevur landsstýrisformaðurin møguleika at skriva út val, ella at lata Saru Olsvig, forkvinnu í IA, upp í hendur at skipa samgongu. Summarið 2018 var tað heitasta, sum nakrantíð er mált í Evropa. Tað vísa kanningar hjá amerikanska mátingarstovninum, NOOA, sambært Ritzau tíðindastovuni. Hetta var eisini fyrstu ferð nakrantíð, at hitin teir tríggjar summarmánaðirnar lá meira enn tvey stig oman fyri samlaða miðalhitan í Evropa. Og tað er ikki bara í Evropa, at fólk hava merkt hitan í ár, tí summarið 2018 í Suður korea var tað heitasta síðani 1973, skrivar Ritzau. Men felagið hevur onkrar ábendingar. Bakkafrost sigur, at nakrar algur, sum verða nevndar phaeocystis, pseudo nitzcia og heterosigma, vóru skrásettar at vera í sjónum á aliøkinum tann 20. september, tað vil siga hósdagin. Eisini hava vit staðfest, at samstundis og framman undan skaðatilburðinum eru stórar mongdir av tøðum sprændar út á bøin og partvís komið beinleiðis á sjógv einans 200 metur frá alibrúkinum, sigur Bakkafrost í tíðindaskrivinum. Felagið sigur, at framhaldandi kanningar verða gjørdar fyri at staðfesta, hvør orsøkin var til brádliga fellið, sum bert vardi fáar tímar. Aling hevur verið á aliøkinum A 81 Kolbanagjógv seinastu 30 árini, og tílíkur tilburður hevur ikki verið áður. Bakkafrost hevur ikki sæð líknandi støðu á nøkrum øðrum aliøki seinastu dagarnar, sigur felagið. Liðugt verður at taka allan deyðan fisk upp á aliøkinum A 81 Kolbanagjógv í morgin, og einki óvanligt er skrásett síðan 20. september Víkingur Skála 2 2 0 1 26. minuttir. 0 1 Søren B. Nielsen 54. minuttir. 0 2 Brian Jacobsen 88. minuttir. 1 2 Philip Djordjevic 90. minuttir. 2 2 Adeshina Lawal B36 EB Streymur 5 1 4 1 04 minuttir. 1 0 Hugin Samuelsen 07 minuttir. 2 0 Benjamin Heinesen 11 minuttir. 3 0 Hugin Samuelsen 30 minuttir. 4 0 Michal Przybylski 32 minuttir. 4 1 Gestur B. Dam 79 minuttir. 5 1 Meinhard Olsen TB FCS Royn NSÍ 2 2 2 1 16. minuttir. 0 1 Árni Frederiksberg 23. minuttir. 1 1 Pape Mamadou Faye br. 45. minuttir. 2 1 Dánjal Godtfred 59. minuttir. 2 2 Dennis Nielsen sjálvmál Í Frítíð og náttúru hesuferð tosa vit við Johan Mortensen, íbirtara, um, hvussu eitt bryggjarí í Orknoyggjum letur pening til fuglaverndarfelag fyri at verja akurkrit, ella corncrake. Finnbjørn í Hovi, sum hevur ferðamannafelagið Ergi, greiðir frá, at áhugin er stórur at vitja Vatnsnes og búgva í húsinum har. Men hann harmast um ætlanina at seta Ergidal undir í vatni í stóru ætlanini hjá SEV við pumpuskipan og vindmyllum. Fuglafrøðifelagið heldur, at tað er eingin góð grundgeving fyri ikki at setta bann ímóti at veiða lunda og álku. Vit tosa við Jón Aldará, nevndarlim í Fuglafrøðifelagnum. At enda vitjar Frítíð og náttúra Leynavatn, tá laksafiskari fær ein stóran laks á land. Vit tosa við Birgir Hansen og Mortan Carlsen. Har verður hárið brúkt til at gera parúkkar við. Parúkkar, sum eru ætlaðir fólkum, ið hava mist sítt egna hár í sambandi við sjúku. Hon eigur og rekur hárfríðkanarstovuna Salong Fríðgerð. Seinastu fýra árini hevur hon fingið hár frá føroyingum, sum vilja hjálpa teimum, sum orsakað av sjúku, hava mist hárið. Tað eru børn, kvinnur og menn, sum vilja lata longu lokkarnar til eitt vælgerandi endamál. Fleiri hava tó í felag, at tey kenna onkran, sum hevur mist hárið av eitt nú krabbameinsviðgerð. Til dømis var tað ein drongur í Klaksvík, sum valdi at lata hár, tí mamma hansara hevði mist alt hárið, eftir at hon hevði verið í kemoviðgerð, fortelur Fríðgerð Joensen. Í morgunsendingini fortaldi Fríðgerð Joensen um hugskotið at savna hár, sum síðani verður brúkt til parúkkar ætlaðum teimum, ið hava verið ella eru rakt av sjúku og hava mist alt hárið. Hoyr sendingina her Við hesaferð eru Petur Hans Dahl, Ólavur Ellefsen, Sjúrður Fróði Olsen, Fríðger Joensen, Sámal Tróndur Finnsson Johansen og Jógvan Magnussen. Løgmaður átók sær ikki leiklutin, og hetta var byrjanin til eina drúgva tilgongd, har løgmaður brúkti sín myndugleika til at steðga málinum. Hesa ferð Suma vit Markus. Markus hevur spastisk bein. Tað hevur við sær, at hann ikki altíð kann gera alt, sum hini gera. Hann var føddur ov tíðliga og hevur lært seg at kempa fyri tí, hann setur sær fyri. Skarðsvík er eitt sera vakurt og áhugavert stað. Har eru toftir, ið verða hildnar at vera frá víkingatíðini og fleiri halda, at Skarðsvík kann vera elsta búplássið í oynni. Teir kendu floksmenninir byrjaðu eisini sína ferð her, tá teir ætlaðu at taka allar Føroyar. Hesin túrurin varð gjørdur 4. august í ár. Tey, sum greiða frá, eru Jógvan Páll Poulsen, ættaður av Kirkju og røktingarmaður, Ann Sølvia Lydersen Jacobsen, fornfrøðingur, Jóhanna Hansen, bóndi í Útistovu í Hattarvík, pápi hennara Hanus Súni Hansen, sum var bóndi í Útistovu í 47 ár, og 99 ára gamla Miebeth Jacobsen av Kirkju. John Rødgaard, Olaf Berg og Martin Poulsen vunnu, og Karl Eli Samuelsen telvaði javnt. Tilsamans 185 lið eru við í almennu kappingini, og Føroyar eru styrkismettar nummar 76 av teimum. Kappingin heldur fram í morgin. Enn er ikki greitt, hvørjum landi Føroyar telva ímóti í øðrum umfari. Føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska var ikki við í dag, men verður ætlandi á 1. borði hjá Føroyum í morgin. Ellivu umfør skulu telvast í Georgia. Talvolympiadan endar 5. oktober. Russarin varð varðhaldsfongslaður í tvær vikur, men hann hevur kært avgerðina. Hann sigur seg ikki skilja, hví hann er fongslaður. Norska trygdarløgreglan váttar fyri norskum miðlum, at ein russari er tikin, og serkøn teknisk fólk leita nú eftir møguligari útgerð, sum kann vera sett upp í stórtinginum. Samstundis eru boð givin um, at fleiri printarar í stórtinginum ikki mugu nýtast. Printararnir eru í einum bygningi sum er aftanfyri sjálvan stórtingsbygningin, og printararnir skulu ikki nýtast, men nýggir printarar skulu setast upp ístaðin. Tað er í tí bygnnginum at partur av eini ráðstevnu sum russarin var við í, varð hildin. Samstundis roynir fregnartænastan at finna fram til, um russarin hevur komið sær inn í fartelefonir hjá stórtingslimum, ella øðrum sum vóru við á ráðstevnuni. Tað er eingin ivi um, at russarar njósnast í Noreg. Men hetta málið er hjá løgregluni og ákæruvaldinum, og tí er tað torført hjá mær at siga nakað, sigur norski løgmálaráðharrin, Tor Mikkel Wara. Hann vísir á, at norska fregnartænastan hevur sagt, at eingin ivi er um, at russar royna at fáa hendur á loyniligum skjølum í Noreg, og tað eiga øll at gera sær greitt, sigur løgmálaráðharrin. Hann var fríggjadagin á eini ráðstevnu í Stórtinginum saman við øðrum umboðum fyri europeisku miðstøðina fyri gransking og dokumentasjón. Umframt at vera á ráðstevnuni, gekk russarin runt í stórtingsbygninginum, og tað var tá at fólk fingu illgruna til hansara. At hann var fleiri staðir í bygninginum, ger eisini, at tað er ilt at meta um, hvussu umfatandi kanningararbeiðið er, sigur ein talsmaður fyri norsku fregnartænastuna. Leygarmorgunin varð maðurin varðhaldsfongslaður í tvær vikur, og neyvt eftirlit skal vera við, hvussu og hvønn hann samskiftir við. Maðurin hevur kært fongslingina. Russiska sendistovan í Noreg skýrir fongslingina at byggja á ivasom viðurskifti og sigur skuldsetingina ikki hava nakað hald í veruleikanum. Um HB spælir seg víðari í Champions League fær felagið tríggjar milliónir krónur aftrat. Eydnast tað ikki og HB rýkur út, so rýkur felagið ikki longur enn so, at teir koma í aðra altjóða kapping, undankappingina til Euro League, og fyri tað fær HB tvær milliónir krónur. Tað merkir, at Ári Mohr Olsen og Jógvan Skeel Nolsøe saman við hinum í HB, tryggjaðu felagnum millum seks og sjey milliónir krónur við sigrinum á KÍ í gjár. Kaj Leo Holm Johannesen, formaður í HB vísir á, at pengarnir koma, tí felagið fær øktar útreiðslur av ferðing og øðrum, sum stendst av altjóða luttøku, men annars skulu pengarnir ikki verða partur av dagliga rakstrinum av felagnum. Felagið skal konsoliderast, sigur formaðurin og leggur afturat, at ungdómurin í HB kann fáa ágóða av vinninginum, men sigur tó, at tað er ein spurningur, sum starvsnevndin skal taka støðu til. Støðan í Okkara kappingini 1.VÍF 3 dystir 5 stig 2.Neistin 2 dystir 4 stig 3.Kyndil 2 dystir 3 stig 4.Stíf 2 dystir 2 stig 5.KÍF 3 dystir 2 stig 6.H71 1 dyst 0 stig 7.Team Klaksvík 3 dystir 0 stig Formaðurin í hagastýrinum fyri Heygshaga, Artur Johansen, sigur við útvarpið, at tey vistu einki um, at mykja varð sprænd á bøin nú. Regin Jacobsen. stjóri, sigur, at fellið hevur við sær, at eini 4.000 tons minni verða selja næsta ár, og beinleiðis missurin hjá Bakkafrosti kann verða einar 100 milliónir krónur. Men Fiskimannafelagið heldur, at tað er ikki nóg gott gjøgnumskygni í skipanini, tá reiðarar vátta, at teir løna manningini eftir sáttmálum, sum eru galdandi á arbeiðsmarknaðinum. Telduspøl, eitt nú væl umtókta Fortnite, verða gjørd soleiðis, at børn og ung verða so bundin av spølunum, at tey tað er lættari at lokka pengar burtur úr teimum. Skráin fyri komandi vikuskifti Leygardagin 13.00 TB Dráttur Kvinnur Leygardagin 16.00 Mjølnir ÍF Menn Leygardagin 15.00 SÍ Fleyr Menn Sunnudagin 13.00 KÍF Mjølnir Kvinnur Støðan 1. FC Keypmannahavn 22 stig 2. FC Midtjylland 19 stig 3. Aab 18 stig 4. AGF 15 stig 5. Brøndby IF 14 stig 6. Esbjerg FB 14 stig 7. Randers FC 13 stig 8. AC Horsens 13 stig 9. FC Nordsjælland 12 stig 10. Sønderjyske 12 stig 11. Vejle Boldklub 11 stig 12. OB 9 stig 13. Vendsyssel 9 stig 14. Hobro 6 stig Í Fótbóltsprátinum hesaferð verður millum annað tosað um meistaraheitið hjá HB og KÍ, ið ikki megnaði leiklutin sum FM favorittur. Hann var mín stóra fyrimynd. Kroatiska avrikið í 1998 gjørdi, at vit trúðu, at vit eisini kundu klára okkum væl í HM kappingini í Russlandi. John Petersen var ikki sørt argur av støðuni og tók teir báðar síðstu puntarnar og tugdi teir harðliga fyri at vísa kvinnuni, at hetta eigi eg. John Petersen føldi seg illa, tí tá skilti hann brádliga, at konan hinumegin borðið hevði keypt somu sjokulátaplátu, og í veruleikanum hevði hann sitið og etið av hennara sjokulátu. Føroyska liðið vann 3 á Sierra Leone í fyrsta umfari. John Rødgaard, Olaf Berg og Martin Poulsen vunnu, og Carl Eli Samuelsen telvaði javnt. Tað var annars nettupp móti Bosnia Herzegovina, at Føroyar fingu sítt glæsiligasta úrslit á seinastu talvolympiaduni í Aserbadjan. Tá var úrslitið óvæntað 2 1 til Føroyar. Helgi Dam Ziska og Sjúrður Thorsteinsson vunnu og John Rødgaard telvaði javnt ta ferðina. Bosnia Herzegovina er viknað sum talvtjóð, tí í løtuni eru teir langt frá góðu úrslitunum, ið teir høvdu fyrrapartin í 90 unum, tá borgarakríggj annars herjaði í Balkan landinum. Oddamenn á liðnum tey árini vóru stórmeistarnir Predrag Nikolic og Ivan Sokolov, sum knýttu sterk bond til Føroyar í 1992, tá ið teir komu higar at vera fyri summarið eftir at borgarakríggið í heimlandinum av álvara var brostið á. Tað vísir ein kanning, sum Maria Skaalum Petersen, granskari á Deildini fyri Arbeiðs og Almannaheilsu og Fróðskaparsetrinum hevur gjørt saman við Alzheimersfelagnum. Maria Skaalum Petersen hevur kannað, hvussu eldri fólk, sum búgva á eldrabýlum eru fyri, og kanningin vísir at stívliga tveir triðjingar av einum tilvildarliga valdum bólki av búfólkum vístu tekin til demens, tveir triðjingar hava tekin til viknaði andsevni og helvtin av øllum teimum høvdu ikki fingið tað staðfest, áðrenn kanningina. Ein stórur partur av teimum við tekin um demens kundu havt gagn av nærri greining, so tey kunnu fáa røttu viðgerðina, sigur Maria Skaalum Petersen. Fyri at geva búfólkunum røttu umstøðurnar eiga øll starvsfólk á eldrabýlum at fáa holla undirvísing innan demens og demensrøkt. Haraftrat eigur talið av plássum, sum er sett av til fólk við demensi at verða hækkað munandi ella eigur starvsfólka normeringin at hækkað svarandi til lutfallið av fólki við demensi, sum búgva á eldrabýlum. Haraftrat eiga fleiri búfólk eisini at verða send til útgreining av demens, heldur Maria Skaalum Petersen. 232 av 590 búfólkum hava verið við í kanningini. Búfólk sum búgva á demensdeildum, hava staðfestan demens ella ikki eru før fyri at geva samtykki eru ikki við í kanningini. Fíggjarætlanin verður løgd fram í ovurmorgin, og har væntar kommunan, at inntøkuvøksturin verður 5,1 prosent. Men útreiðsluvøksturin er næstan eins stórur, 4,9 prosent. Serliga er stórur vøkstur í talinum á dagstovnaplássum, sigur kommunan, sum roknar við 149 nýggjum dagstovnaplássum næsta ár. Ávísar raðfestingar verða eisini gjørdar, so sum at veita skúlunum í kommununi betri internet, og at talgilda fyrisiting og tænastur til borgaran. Íløgur skulu gerast fyri 160 milliónir næsta ár. Nógv tann størsti parturin fer til skúlan á Fløtum, sum skal verða liðugur í 2020 og til Musikkskúlan, sum skal takast í nýtslu næsta summar. Fíggjarætlanaruppskotið verður lagt fram í Tórshavnar býráði hósdagin í hesu vikuni, tá tað fer til politiska viðgerð í føstu nevndunum. IA heldur ikki, at sitandi landsstýrið er ført fyri at stýra við støðufesti, og flokkurin er eisini ónøgdur við tingingarnar, sum hava verið við Siumut, sum er flokkurin hjá landsstýrisformanninum, Kim Kielsen. Sambært uppskotinum skulu kommunur sleppa at stovna bústaðarfeløg sjálvar ella saman við øðrum stovnum og kommunum, eitt nú Bústøðum. Orsøkin til lógaruppskotið er sambært viðmerkingunum, at fólkatalið í Føroyum er nógv vaksið seinastu árini, og tørvurin á bústøðum hevur ongantíð verið størri. Fleiri kommunur hava eftirlýst eini heimild fyri at kunna útvega bústaðir til sínar borgarar og tí kann væntast, at kommunur eru, sum vilja taka av møguleikanum at útvega leigubústaðir, heldur uppskotsstillarin. Í viðmerkingunum stendir millum annað, at bústaðarpolitikkurin ígjøgnum nógv áratíggju hevur í høvuðsheitum verið, at tað er eitt privat mál hjá borgarunum. Leikluturin hjá kommunum hevur verið at útvega lendi til grundøki og landið hevur latið nakað av bústøðum byggja til fólk við serligum tørvi. Hetta hevur ført við sær, at bústaðarmarknaðurin er rættiliga einstáttaður sammett við grannalondini, har alsamt meir vanlig hevur verið at hava eitt rímiligt útboð av leigubústøðum, lutaíbúðum, privatum bústøðum, bústøðum til ávísar bólkar og so framvegis. Nú IA ikki longur vil samráðast um nýggja samgongu í Grønlandi, noyðist Kim Kielsen, landsstýrisformaður at seta sítt álit á, at hin stóri andstøðuflokkurin, Demokratarnir, vil samstarva. Samgongutingingar vóru millum Siumut og Demokratarnar fríggjadagin, og Niels Thomsen, floksformaður hevur váttað, at fundur verður aftur millum flokkarnar í morgin. Spurdur, hvat hann fer at gera, um tað ikki eydnast at gera semju við Demokratarnar, sigur Kim Kielsen, at hann hevur vón um at koma á mál. Men Føroyar hava góðar royndir ímóti júst Bosnia Herzegovina, tí á seinastu talvolympisku leikunum, sum vóru í Aserbadjan, vunnu Føroyar við tveimum og einum hálvum stigi móti einum og einum hálvum stigi . Helgi Dam Ziska og Sjúrður Thorsteinsson vunnu og John Rødgaard telvaði javnt ta ferðina. Helgi Dam Ziska var annars ikki við Føroyum í gjár, tá Føroyar vunnu á Sierra Leone. 3 endaði talvið, John Rødgaard, Olaf Berg og Martin Poulsen vunnu, og Karl Eli Samuelsen telvaði javnt. Ellivu umfør skulu telvast í Georgia og kappingin endar 5. oktober. Tað stendur í nýggjari vísindaligari grein um sambandið millum havhest og sjúkuna, sum vit í dag kalla nátasjúka, men sum føroyingar søguliga eisini hava kallað september lungnabruna. Havhestur og havhestaungi ella náti kunnu bera bakteriuna Chlamydophila psittaci, sum kann smitta andaleiðirnar hjá veiðumanninum og geva eitt slag av lungnabruna kallað psittacosis ella papageykafepur. Í 30 unum doyðu 179 fólk í Føroyum av nátasjúkuni. Deyðatíttleikin var 20 , men heili 80 fyri kvinnur, sum vóru við barn. Í 1939 var nátaveiða bannað orsakað av hesum, og veiðan varð ikki tikin upp aftur fyrr enn í 1954. Betraðu reinførisvanarnir hava havt við sær, at talið av staðfestum sjúkutilburðum hevur verið støðugt fallandi. Níggju tilburðir hava verið fráboðaðir Landslæknanum seinastu 27 árini 4 hava verið staðfestir og viðgjørdir í Føroyum í árunum 2016 2017. Hesir tilburðir verða viðgjørdir í greinini hjá Elsubeth M. Fossádal, Mansour Grand og Shahin Gaini, . Greinin staðfestir millum annað, at læknar og onnur starvsfólk, sum viðgera sjúklingar, sum hava verið í sambandi við havhest, eiga at kenna hesa sjúku. Hetta er fyrstu ferð, at ríkisdagurin hevur havt slíka atkvøðurgreiðslu yvirhøvur, tí tá formaðurin í Moderaterna, sum var forsætiráðharri tapti valið í 2014, valdi hann sálvur at leggja frá sær. Tað vildi Stefan Løfven ikki. Jimmy keson, formaður í Sverigedemokraterne segði fyrr í morgun við SVT, at Ulf Kristersson, sum er formaður í Moderaterna ikki kann blíva nýggjur forætisráðharri uttan teirra stuðul og ávirkan. Ulf Kristersson kann velja at samstarva annaðhvørt við Løfven ella við meg. Hann hevur ikki egnan meirluta í ríkisdegnum, og hann hevur ikki so frægt sum størsta blokkin heldur, sigur formaðurin í Sverigedemokraterna við SVT. Tvørturímóti. Eg haldi, at vit høvdu fingið betri úrslit, men tað broytir kanska einki. Kortini vildi eitt nýval kanska fingið serliga Ulf Kristersson sannførdan um at sleppa hesari angistini fyri at koma víðari, sigur formaðurin í Sverigedemokraterna við SVT. Tað segði Ruth Vang, forkvinna í fíggjarnevndini, tá hon fyri løtu síðani kom av samgongufundi í Tinganesi. Løgtingið skal hava uppskotið um fíggjarlóg 2019 á middegi í dag. Avbjóðingin hevur verið at funnið javnvágina millum at halda aftur og samstundis varðveita eitt tænastustig á vælferðarøkinum, og tað haldi eg, at vit hava megnað, segði Ruth Vang, sum tó viðgekk, at tað hevur fylt nógv, at hetta er seinasta fíggjarlógin, sum skal samtykkjast hjá hesi samgonguni, áðrenn løgtingsval verður í seinasta lagi 1. september næsta ár. Spurd, um tað sæst í uppskotinum til fíggjarlóg, at samgongan skal finna eina semju í rokmálinum um smáu tunlarnar, svaraði Ruth Vang Bólkurin hjá Bill og Benn savnast eftir búflaálopið. Teir báðir sluppu óskaddir, men ikki øll sluppu við lívinum. Sum ungarnir vaksa, fáa teir nýggjar vinir og læra at veiða men einki gongur eftir ætlan. Nýggja systir Fíla, Flippa, er ein ordans kanón. Hon er so full í sjálvsáliti, at hon kemur sær í trupulleikar í einum øðrum fílafylgi, og Fíli fær eisini sítt, tá hann etur okkurt, hann ikki skuldi. Selvi vinnur á óveðrinum, men ringt er at finna alt aftur á helluni. Selvi er um at verða móðurloysingur, og hann veit enn ikki av tí. Landsverk metir, at Dalstunnilin er munandi meira átrokandi enn Famjinstunnilin, tá talan er um trygd og vanda fyri at farleiðin ikki verður tøk í longri tíð. Veðrið er størsta avbjóðingin á Famjinsvegnum og tí vandanum kanst tú sum bilførari verja teg fyri, serliga nú ein veðurstøð boðar frá um koyrilíkindini á ringasta strekkinum. Á farleiðini til Famjins mælir Landsverk til heldur at tryggja verandi veg, enn at gera ein tunnil. Um politisk avgerð verður tikin um at gera tunnil til Famjins, mælir Landsverk til, at hann verður raðfestur hjá tunnilstoyminum eftir Dalstunnilin og Tjørnuvíkartunnilin Ben Arabo vísir til Aslaug Gisladóttir, nevndarforkvinnu í Betri samtakinum, sum váttar fyri Kringvarpinum, at Ben Arabo er koyrdur frá vegna samstarvstrupulleikar. Fyri løtu síðani boðaði Betri samtakið frá, at nevndin hevur gjørt av at siga forstjóran, Ben Arabo, úr starvi vegna innanhýsis samstarvstrupulleikum. Evy J. Jacobsen, vinnukundaleiðari í Betri Banka, er sett sum fyribils forstjóri. Eisini stendur í tíðindinaskrivinum, at næstformaðurin í nevndini, Teitur Poulsen, valdi at taka seg úr nevndini. Orsøkin var ósemja um avgerðina at koyra stjóran. Í hansara stað varð Gunn Danielsen vald, skrivar Betri. Ben Arabo er ikki longur forstjóri í Betri samtakinum. Í fráboðan seinnapartin boðar Aslaug Gisladóttir, nevndarforkvinna í Betri samtakinum, frá, at Ben Arabo er koyrdur frá orsakað av samstarvstrupulleikum. Í fráboðanini stendur eisini, at næstformaðurin í nevndini, Teitur Poulsen, hevur avgjørt at taka seg úr nevndini, tí hann tekur ikki undir við, at Ben Arabo er uppsagdur. Aslaug Gisladóttir, forkvinna í nevndini fyri Betri samtakið segði í útvarpstíðindum seinnapartin, at talan er um eina keðiliga og heldur óhepna støðu. Aslaug Gisladóttir sigur, at hóast fleiri átøk vórðu gjørd í eini roynd at fáa frið í samtakið, so bar ikki mál við nøkrum. Einasta loysnin var, sambært forkvinnuni, at koyra stjóran. Tá tað kemur til samstarvstrupulleikar, kunnu vit ikki nágreina støðuna nærri, sigur forkvinnan í nevndini hjá Betri, sum leggur dent á, at avgerðin at koyra Ben Arabo varð framd við atliti til at fáa frið í samtakið. Tað kom fram, at her vóru nakrar avbjóðingar, og vit royndu at gera nøkur átøk, so vit kunnu finna eina loysn, men tað bar ikki á mál, sigur Aslaug Gisladottir. Tað er ógvuliga óheppið, men vit sóu ikki nakran annan møguleika, sigur Aslaug Gisladóttir og leggur afturat, at talan er um ein persón, sum ikki er eitt gott match . Sambært sáttmálanum fær Ben Arabo framhaldandi løn í 12 mánaðir. Talan er um 217.000 krónur um mánaðin, og tað vil siga góðar 2,6 milliónir krónur komandi árið. Á nevndarfundinum í gjárkvøldið avgjørdi næstformaðurin í nevndini, Teitur Poulsen, at taka seg úr nevndini. Orsøkin var ósemja um avgerðina at koyra stjóran frá. Í hansara stað varð Gunn Danielsen vald. Tað er umboðsráðið, sum ger av, hvussu nógvir limir skulu vera í nevndini, og tí er tað enn ógreitt, um nevndin framhaldandi fer at telja fýra fólk ella meira. Løgreglan boðar í dag frá, at ein 23 ára gamal maður longu í juli mánaði varð skuldsettur fyri manndráp. Talan er um málið um 16 ára gomlu Mariu Fuglø Christiansen, sum varð funnin deyð sunnan fyri byrgingina Hvannasundsmegin í november 2012. Gentan hevði tá ikki verið sædd í stívliga eitt samdøgur, og leitað varð eftir gentuni. Tá politiið fekk fráboðanina um horvnu gentuna, høvdu fólk, sum leitaðu, longu funnið hana í sjónum sunnan fyri byrgingina Hvannasundsmegin. Niðurstøðan hjá politinum eftir líkskoðanina varð, at eingin tekin vóru um, at gentan hevði verið fyri nøkrum ágangi. Heldur ikki vóru tekin um, at eitt óhapp var hent. Í september 2013 var líkið av 16 ára gomlu gentuni grivið upp aftur. Tá segði løgreglan, at onkur óvissa var um málið, og tí varð líkið grivið upp aftur. Spurningurin í samband við uppgrevsturin var, um maðurin hevði framt brotsverk ímóti gentuni longu í november 2012, tá hon varð funnin deyð. Rættarlæknaliga obduksjónin, sum varð gjørd í 2013 kom til somu niðurstøðu, sum rættarlæknaliga líkskoðanin í november í 2012 eingin tekin vóru um, at gentan hevði verið fyri nøkrum ágangi. Í august varð heitt á fólk, sum hildu seg vita nakað um málið, at venda sær til løgregluna, sum longu tá hevði skuldsett ein 23 ára gamlan mann fyri dráp. Áheitanin gjørdi, at løgreglan fekk nýggjar upplýsingar í málinum. Harumframt hevur tøkniliga menningin hevur eisini ført nýggjar kanningarmøguleikar við sær. Landsstýrismaðurin í samferðslumálum vil framvegis ikki siga, um hann fer at gera, sum løgmaður vil hava hann at gera, og bora Dalstunnilin áðrenn Fámjinstunnilin. Í skrivligum svari til grein 52 spurning frá løgtingsmanninum, Bill Justinussen, sum er dagfest í dag, sigur Henrik Old, at hann sum landsstýrismaður leggur stóran dent á, at ferðasambandið til smærru bygdirnar er nøktandi, og umrøður landsstýrið í hesum døgum, hvør raðfylgja fyri tunnilsgerð er best . Tað vil siga, at avgerðin hjá Akseli V. Johannesen, løgmanni, í síðstu viku um at skera ígjøgnum tunnilsósemjuna í samgonguni, enn hongur í leysum lofti í landsstýrinum. Í hesum Tematýsdegnum viðgera og umrøða vit meiningsfulla arbeiðið og hvat skal til fyri at arbeiði gevur meining. Hevur dagliga arbeiðið ella yrkið størri týdning fyri okkara samleika í dag enn tað hevði fyrr Tað er ein av spurningunum, ið vit seta Jóan Paula Joensen, fólkalívsfrøðingi og professara, tá vit lýsa arbeiði í søguligum perspektivi. Hvat eyðkennir tað góða arbeiðsplássið Vit spyrja Helga Rasmussen, organisasjóns psykolog, ið hevur skrivað bókina Finn teg í organisasjónini . Vit fara eisini at skifta orð um tað meiningsfulla arbeiðið, tá Theodor Eli Dam Olsen, prestur, fyrst í seinna tíma kemur á gátt. Hvussu verður arbeiðslívið lýst í føroyskum bókmentum Vit fara at fregnast saman við Jógvani Isaksen, rithøvunda og bókmentafrøðingi. Arbeiði myndar stóran part av okkara samleika, men hvussu ávirkar hetta okkum, um vit gerast arbeiðsleys Jóhanna Andreasen starvast sum kveikjari hjá ALS. Tematýsdagurin í Nón hesaferð snýr seg um tað arbeiði. Martin Poulsen vann á fjórða borði, og Helgi Dam Ziska telvaði javnt á fyrsta borði. John Rødgaard og Olaf Berg taptu. Dysturin sá út til at enda javnur, men John Rødgaard, sum sat við síðsta talvinum, tapti í javnari støðu eftir stórt mistak í 51 instjúgunda leiki. Bosnia Herzegovina er styrkismett hægri enn Føroyar og var favorittur at vinna dystin. Bosnia Herzegovina hevur staðið seg væl á talvolympiadum síðan tað gjørdist sjálvstøðugt eftir borgarakríggið á Balkan fyrst í 90 unum. Besta OL úrslitið er annaðplássið í 1994. Føroyar vunnu í gjár 3 á Sierra Leone. Triðja umfar er í morgin. Hvat mótstøðuliðið hjá Føroyum verður er ikki greitt fyrr enn seinni í kvøld. Bakkafrost breyt reglurnar um at verja ímóti smittu, tá fólk hjá felagnum ruddaðu á alibrúkinum útfyri Kolbeinagjógv, eftir at 750.000 smáir laksar í brúkinum doyðu. Tað sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan í dag. Og tað er ikki nøktandi, tí alivinnan er nú so stór, at slíkar hendingar kunnu koma fyri aftur, sigur virkandi deildarleiðarin á matvørudeildini á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, Brynjulf Melhuus. Starvsstovan hevði tveir djóralæknar á alibrúkinum í gjár, har teir tóku royndir og eygleiddu arbeiðið, sum sambært teimum ikki var eftir forskriftunum. Fólk á Starvsstovuni umrøddu hendingina seinnapartin í dag, sigur Brynjulf Melhuus, deildarleiðari. Kanningar hjá Havstovuni vístu, at stórur alguvøkstur var í aliøkinum við Kolbeinagjógv mikudagin og hósdagin, men fríggjadagin var algunøgdin minkað nógv. Aslaug Gisladóttir, forkvinna í Betri P F, var gestur í sjónvarpsstovuni, og hon upplýsti, at Ben Arabo fær 2,6 milliónir krónur í uppsagnarløn. Næstu árini fara bæði telefeløgini, Hey og Føroya Tele, at bjóða viðskiftafólki kring alt landið fipurnet, sum hevur nógv fleiri og skjótari samskiftismøguleikar enn gomlu koparleiðingarnar. 51 ára gamli russarin, Mikhail Botsjkarev, sum er handtikin fyri njósning, var í Stórtinginum sum luttakari á seminari, sum Evropiska miðstøðin fyri parlamentariska gransking og dokumentatión skipaði fyri. Norska kringvaprið, NRK, hevur tosað við keldur, sum greiða frá um atburðin hjá skuldsetta manninum, og sum til seinast fekk fleiri av luttakarunum at ávara umsitininga hjá Stórtinginum. Umsitingin boðaði trygdartænastuni hjá løgregluni, PST, frá. Seminarið varð hildið í biograf salinum í Stórtinginum, sum er á ovastu hædd í einum síðubygningi hjá Stórtinginum, salurin er langur við stórum takvindeygum. Hann skal eisini verða sæddur á støðum, sum hann ikki átti at vera, siga keldur fyri NRK. Spurdur, hvat hann gjørdi har, var atburður hansara uppá spurningin eisini løgin, sambært NRK. Printarar eru gott mál hjá njósnarum, millum annað tí teir hava harðdiskar, sum goyma alt, sum verður útskrivað. Og við einum geyma kanst tú taka út øll hesi skjølini og hava kontroll á printaranum, skrivar norska blaðið, VG. Russarin skal eisini, sambært NRK, hava verið ónormalt upptikin av at síggja samleika og lyklakort, og hevur biðið um at sleppa at kanna tey nærri. Hetta loypti hvøkk á fleiri luttakarar, skrivar NRK. Sakførarin hjá 51 ára gamla Mikhail Botsjkarev, Hege Kristine Aakre, vil ikki gera viðmerkingar til upplýsingarnar hjá NRK. Hon váttar, at maðurin seint seinnapartin í gjár kærdi varðhaldsfongslingina. Hon vil tó ikki siga meira um kæruna, skrivar NRK. Russarin er skuldsettur fyri brot á revsilógina um fregnatænastu virksemi móti ríkisloynidómum. Hann er fongslaður, so hann ikki kann órógva kanningararbeiðið ella sleppa av landinum, skrivar norska TV2. Russiska uttanríkisráðið boðar í tíðindaskrivi frá, at norski sendiharrin í Russlandi er biðn um at koma á fund um málið. Slík skuldseting fer at fáa avleiðingar, sigur russiska uttanríkisráðið. Amerikanski sjónleikarin, Bill Cosby, er dømdur í fongsul í trý til 10 ár. Hann skal beinleiðis í fongsul. Fongsulsrevsingin 3 10 ár merkir, at hann í fyrsta lagi kann søkja um at verða náðaður um trý ár. Ákæruvaldið mælti til, at 81 ára gamli Cosby varð dømdur 5 10 ára fongsul. Ákæruvaldið sigur, at Cosby á ongan hátt hevur víst at hann iðrar seg, og tí er vandi fyri, at hann fremur kynsligan harðskap aftur. Verjin hjá Cosby sigur, at Cosby er gamal, í ørviti og blindur í løgfrøðiligum høpi, og at hann heldur skal dømast í húsavarðhald. Skuldsetingarnar hjá teimum minna allar um hvørja aðra, at Cosby bjóðaði sær at hjálpa teimum at fáa gongd á karrieruna og bjóðaði teimum heim til døgurða. Har vórðu tær doyvdar við tablettum ella sjussum, og síðani gjørdi hann seg kynsliga inn á tær. Flestu málini eru firnað. Hann varð tí bara ákærdur fyri kynsligan harðskap móti Andreu Constand, tá hann møtti í rættinum í aprílmánaði. Fimm kvinnur vitnaðu ímóti honum í rættarmálinum. Dómarin segði, at Bill Cosby nú verður skrásettur hjá løgregluni sum kynsligur harðskapsmaður, og tað verður hann restina av ævi síni. Grannar og skúlar fáa eisini upplýsingar um bústað og revsingina, tá hann einaferð verður latin leysur. Málið snýr seg um, hvørjar lutir persónarnir hava keypt millum annað dronur, í Danmark og sum eru sendir til islamska yvirgangsfelagsskapin, IS, í Sýria og Irak, lutir, sum skuldu brúkast í álopum, skrivar løgreglan. Víðari stendur í tíðindaskrivinum, at fleiri húsarannsóknir hava verið í Keypmannahavn í sambandi við málið, og málið hevur verið kannað leingi, áðrenn persónarnr vórðu handtiknir í morgun. Har stendur, at handilingar, eitt nú dráp, drápsroynd, harðskapur, álvarslig eldáseting og frælsistøka skulu roknast sum yvirgangur, millum annað um ætlanin er av álvara at loypa ræðslu á fólk. Ákæruvaldið fer at biðja um afturlatnar hurðar, upplýsir løgreglan í Keypmannahavn, tí kanningar verða framvegis gjørdar í málinum, skrivar Ritzau. Sambært DR er alan um tveir 29 ára gamlar menn, sum búgva í norð vest økinum í Keypmannahavn, og báðir hoyra til víðgongda islamistiska umhvørvið í Danmark. Hoyr sendingina her Við hesaferð eru, Kurt Fossaberg, Annika Gregoriussen, Birita Jacobsen, Finnbjørn Vang, Ann Dahl Hansen og Poul Michelsen Fyrst verðurr vitjað í nýggju ráðhúsunum í Eysturkommunu, ið eru bygd á Oyrini í Norðragøtu. Og í hesari frásøgnini sigur borgarstjórin Jóhan Christiansen okkum eitt nú, hví Eysturkommunu valdi at byggja ein bygning á høgum arkitektoniskum støði. Eisini hitta vit arkitektin, ið hevur teknað bygningin, Ósbjørn Jacobsen, sum vit eitt nú spyrja hvat hann hevur lagt seg eftir, tá bygningurin varð teknaður. Og saman við Alberti Isfeld, arkitekti, ummæla vit nýggju ráðhúsini, sum harumframt eisini kunnu nýtast til mentanarlig tiltøk av ymiskum slag. Vit hitta eisini Honnu Jensen, ið er býráðslimur og franskur konsul, tí júst henda dagin vitjað varð í Norðragøtu, var skipað fyri konsert við einari franskari jazztrio. Sanne Storm er tónleikaterapeutur, og hon sigur okkum hví røddin og mátin vit brúka røddina uppá hevur so stóran týdning fyri barnakonur. Eisini ummælir Jógvan Isaksen, rithøvundur og bókmentafrøðingur, nýggja yrkingasavnið hjá Tóroddi Poulsen, Himnahyljar. Og í Klassiska Horninum hoyra vit ein part úr tangosøguni. Tú kanst hoyra sendingina her Úrslitið var 2 1 . Carl Eli Samuelsen vann á fjórða borði og gjørdist føroyskur sigursharri í dystinum. Helgi Dam Ziska, John Rødgaard og Martin Poulsen telvaðu allir javnt. Hægri styrkitøl Føroysku telvararnir høvdu væl hægri styrkitøl enn mótstøðumenninir, men fingu kortini harða mótstøðu á øllum borðum. Tað sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður, sum hevur biðið um eina frágreiðing um hvat hendi, tá Bakkafrost misti 750.000 fiskar í alibrúkinum útfyri Kolbeinagjógv í farnu viku. Tað boðar norski fiskimálaráðharrin, Harald T. Nesvik frá, nú fyribils granskingarúrslit vísa, at evni, sum higartil hava verið hildin at vera hampuliga meinaleys, eru nógv vandamiklari fyri umhvørvið enn hildið. Birna Mørkøre, landsdjóralækni hevði ikki stundir til at gera samrøðu í dag, men sigur í stuttum telduposti, at Skrásetingarráðið hevði fund í gjár, har tað varð avgjørt at bíða við at taka málið upp, til vit hava fakta á borðinum . Birna Mørkøre leggur afturat, at nýtslan av hydrogenperoxid hevur verið sera lítil higartil í ár . Tøl hjá Kringvarpinum vísa, at alivinnan í fjør brúkti 1448 tons av hydrogenperoksidi. Talan er um lúsaeitur, sum skapar gassbløðrur í lúsini, so hon floytnar. Higartil hevur hetta evnið, sum kemiskt eitur H2O2, verið hildið at verið hampiliga meinaleyst, tí tað hvørvur skjótt aftur í umhvørvinum, hevur verið sagt. Men nýggj norsk gransking hevur givið pípuni eitt annað ljóð, og granskarar mæla nú til, at evnið rætt og slætt skal bannast, tí tað er so skaðiligt. Hydrogenperoksid, vísir tað seg, bæði skaðar og drepur rækjur, eisini tá tær koma í samband við evnið, sum er tynt nógv meira enn tey tynna tað í alivinnuni. Lús er skeljadýr, rækja eisini, eins og vit eisini hava mong skeljadýr inni í føroysku alifirðunum. Út frá varsemisprinsippinum skal fyribils bann setast fyri, at lúsaeevni frá alivinnuni skal koma á sjógv eisini hydrogenproksid, sigur fiskimálaráðharrin. Til vit hava meira vitan tøka, skjóta vit upp, at bann skal setast fyri at lata lúsaeitur á sjógv við alibrúk, skrivar Harald T. Nesvik í tíðindaskrivi. Hann fer at senda eitt uppskot til hoyringar, sum ber í sær, at heilivágur fyri laksalús til sonevnda baðiviðgerð bara er loyvd, tá viðgerðin fer fram í brunnbáti, og ikki við presending. Fyribilsbannið móti lúsaeituri í Noregi skal fevna um viðgerð í og í sambandi við alibrúk, sum liggja í rækjuøki ella gýtingarleið, ella nærri enn háklvan kilometur frá slíkum økjum. Vatnið, sum verður br ukt til lúsaviðgerðina skal ikki á sjógv, men skal flytast burtur frá alibrúkunum. Stjórnin vil seta karmar um burðardyggan vøkstur í alivinnuni. Tað verður altíð ein ávísur tørvur á at brúka heilivág í fiskaaling, men vit skulu ikki hava eina nýtslu, sum hevur árin á umhvørvið, sum ikki kann góðtakast, sigur Harald T. Nesvik, fiskimálaráðharri í tíðindaskrivinum. Birna Mørkøre, landsdjóralækni segði í síðstu viku, at ein avgerð hjá norsku myndugleikunum um at seta bann her í Føroyum vildi vigað tungt, men at hon vildi hava meira ítøkiliga vitan fyrst. Landsdjóralæknin situr saman við landslæknanum og landsapotekaranum í sonevnda Skrásetingarráðnum, sum góðkennir ella strikar heilivág og kemisk evni á listanum, sum brúktur verður í Føroyum. Birna Mørkøre, landsdjóralækni hevði ikki stundir til at gera samrøðu í dag, men sigur í stuttum telduposti, at Skrásetingarráðið hevði fund í gjár, har tað varð avgjørt at bíða við at taka málið upp, til vit hava fakta á borðinum . Birna Mørkøre leggur afturat, at nýtslan av hydrogenperoxid hevur verið sera lítil higartil í ár . Tøl hjá Kringvarpinum vísa, at alivinnan í fjør brúkti 1448 tons av hydrogenperoksidi. Peter Madsen var dømdur lívs langa fonsulsrevsing fyri at hava pínt og dripið svenska journalistin, Kim Wall, umborð á kavbáti sínum í august í fjør. Peter Madsen segði í rættinum, at Wall doyði av skaða, men hann játtar, at hann sundurlimaði hana og tveitti likamslutirnar á sjógv í augustmánaði í fjør. Peter Madsen og verji hansara hava tikið til eftirtektar, at býarrætturin dømdi Peter Madsen sekan, hóast hann ongantíð hevur játtað seg sekan í manndrápi. Úrslitið var 2 1 . Carl Eli Samuelsen vann á fjórða borði og gjørdist føroyskur sigursharri í dystinum. Helgi Dam Ziska, John Rødgaard og Martin Poulsen telvaðu allir javnt. Henrik Old landsstýrismaður í samferðslumálum hevur annars sagt, at hann ætlaði at Fámjinstunnlin skal bjóðast út saman við Hvalbiar tunnlinum. Uppskotið elvdi til politiskt høvuðbrýggj í samgonguni, tí samgongutinglimirnir í Suðuroy valdu at standa saman við andstøðuni um uppskotið, sum tó datt burtur, tá tingárið endaði. Tað er Landsverk, sum nú bjóðar áhugaðum arbeiðstakarum til undangóðkenning. Í lýsingini av verkætlanini skrivar Landsverk, at fyri at dagføra farleiðina millum Hvalba og Trongisvág skal nýggjur tunnil gerast frá Gjánhamri í Trongisvági til Niðastabotn í Hvalba. Talan er um ein umleið 2.540 metrar langan tunnil og landsveg frá tunnilsmunnanum trongisvágsmegin til verandi landsveg í Trongisvági. Ætlanin er at bjóða arbeiðið út seinni í ár, og at byrja arbeiðið í 2019. Verkætlanin er mett at verða liðug í seinasta lagi í 2022, skrivar Landsverk í innbjóðingini til undangóðkennikng av hvalbiartunnlinum. Føroya náttúru og umhvørvisfelag FNU heldur ikki, at stóra orkuætlanin hjá SEV og Umhvørvisstovuni, tekur nóg væl atlit til náttúru, umhvørvi og mentanararvi. Tí grønu orkuútbyggingarnar verða í størstan mun lagdar har, sum tað frammanundan eru orkuútbyggingar, og samstundis áleggja reglugerðir mynduleikunum at taka atlit til náttúruna. Og nú landsstýriskvinnan í fíggjarmálum fer at leggja fram seinasta uppskotið til fíggjarlóg hjá hesari samgonguni á stórum tíðindafundi fríggjadagin, fer hon heilt vist eisini at leggja áherðslu á vøkstur. Tí politikarar vilja vísa á framgongd allatíðina. Tey vilja vísa, at tey hava verið við til at syrgt fyri, at tað er vøkstur í Føroyum. Í viðmerkingum til uppskotið verður sagt, at endamálið er at tryggja, at verandi virksemi kann halda fram ótarnað, og at ikki skal vera neyðugt at útseta viðgerðir til komandi ár. Hetta er galdandi fyri allar viðgerðir, bæði heima og uttanlands. Stigabilurin má klára 55 metrar fyri at fyri at klára hæddina frá teim fimm føstu støðunum ið verða gjørd til at seta eina stigabilin á. Á hesum støðum skal bilurin ð skal skal røkka einar 27 mtr. til hvørja síðu, sæst í dagsskránni fyri býráðsfundin hjá Tórshavnar Býráð í kvøld. Hetta er seinasta uppskot til fíggjarlóg, áðrenn Løgtingsval aftur skal vera. Løgtingsval skal vera í seinasta lagi 1.september komandi ár. Tey hava ikki sjálv møguleika at søkja, tí hvørki Kanada ella USA hava staðfest hendan altjóðasáttmálan. Tí hava vit í roynd og veru søkt vegna alt arktiska fólkið, sigur Kristine Møller, stjóri fyri andliga mentanararvin á grønlendska tjóðsavninum. Onnur dømi, sum eru komin á listan hjá Unesco yvir andligan mentanararv er eitt nú yoga, sum India søkti um í 2016, skrivar knr.gl. Kim Kielsen, landsstýrisformaður, tosar í løtuni við Demokratarnar um at skipa nýggja samgongu, men enn er ógreitt, um tær røkka á mál. Meðan russiski uttanríkisráðharrin, Sergei Lavrov, sat bert fáar metrar frá henni í ST høvuðsborgini, nýtti Theresa May høvið at harta Russland fyri eirindaleysa evnafrøðiliga álopið. Vit hava sæð, hvat hendir, tá natúrliga tjóðskaparkenslan, sum er hornasteinur í einum sunnum samfelagi, verður broytt til agressiva nationalismu, sum spjaðir ótta og óvissu, fyri at fremja egnu áhugamál síni heima, og fremja tilætlaðar ósemjur úti í heimi. Tað verður gjørt í lógloysi og við at undirgrava stovnar. Hetta síggja vit, tá statir, sum Russland, týðiliga gera seg inn á altjóða lógir, alt frá at fara inn á øki, sum onnur lond hava ræði á til at agentar hjá GRU brúka evnafrøðilig vápn í gøtunum í Bretlandi. Vit mugu vísa, at tað eru betri loysnir at taka sær av strúranini hjá okkara fólki, og tann loysnin liggur í hondunum á altjóða samstarvi millum sterk og álítandi lond, segði Theresa May á ST trygdarfundinum. Í apríl í fjør bumbaðu Bretland, USA og Frakland hernaðarstøðir nærindis sýriska høvuðsstðanum, Damaskus, og býnum Homs, eftir at Sýria hevði framt evnafrøðiligt álop í býnum Douma. Vivian Motzfeldt, landsstýriskvinna sigur við Sermitsiaq, at tá talgildingin er gjørd, verður lættari at vera borgari og vinnufyritøka í Grønlandi, og at fólkaræði verður styrkt, tí stóru fjarstøðurnar fara ikki at hava týdning longur, tá tað kemur til tænastur og samskifti við tað almenna. Ætlanin um at talgilda Grønland hevur seks ymisk átøk við yvirskriftunum talgildi borgarin , trygd og privatlív , talgilt dannilsi , talgild nýmenning , felags almenn talgildur bygnaður og meira talgilt heilsuverk . Vit fara ikki at samráðast við Svøríkidemokratarnar, sigur Ebba Busch Thor, leiðari fyri Krist demokratarnar, við svenska blaðið Expressen. Teir fýra flokkarnir hittust á fundi í gjár. Bara ovastu leiðslurnar í flokkunum vistu um fundin, og tað var fyri at halda fjølmiðlarnar burtur. Tað merkir, at borgarligi blokkurin framvegis roynir at skipa stjórn uttan stuðul frá Svøríkidemokratunum. Og tað merkir, at blokkurin kann ikki fáa meirluta. Týsdagin mátti Stefan Løvfen leggja frá sær, eftir at meirluti í Ríksdegnum ikki hevði álit á honum. Løfven er nú leiðari fyri eini fyribilsstjórn í Svøríki. Í nýggjari fráboða frá bretsku loynitænastuni, eitur maðurin Ruslan Boshirov, men Bellingcat bólkurin sigur, at rætta navn hansara er Anatoly Chepiqa. Hann hevur fingið stóra viðurkenning fyri arbeiði sítt í fregnartænastuni hjá russiska herinum, og eitt nú hevur russiski forsetin, Vladimir Putin, havt Anatoly Chepiqa á orði. Putin hevur sjálvur sagt, at báðir mennnir, sum eru undir illgruna fyri eiturálopið móti Skripal, eru vanligir borgarar, og at teir vóru í Salisbury sum ferðafólk. Sunnudagin varð heimasíðan hjá FO umsitingini, tað er nic.fo, álopin av teldusníkum. Álopið varð steðgað, men nú boðar FO umsitingin frá, at teldusníkarnir hava fingið fatur á teldupostbústøðum og loyniorðum hjá øllum brúkarunum á nic.fo. Upplýsingar um gjaldskort og annað eru tó ikki fingin til vega. Nógv fólk brúka sama loyniorð til ymiskar skipanir, tí er tað av alstórum týdningi, at fólk broyta síni loyniorð á øðrum skipanum beinavegin fyri at tryggja, at sníkarnir ikki sleppa inn at skaða aðrastaðni, skrivar FO fyrisitingin. Nic.fo varð sløkt fyri at steðga álopinum, men letur uppaftur mánadagin í nýggjari skipan. Øll navnaøki eru sostatt nú í tryggum kørmum og verða ikki ávirkað av hesum. Men løgmaður heldur fast um tað, at tað skal vera Dalstunnilin, sum verður gjørdur fyrst. Aksel V. Johannesen, løgmaður, sum ikki vil gera bandaða samrøðu við útvarpið sigur, at fyri fýra vikum síðani var landsstýrið á Viðareiði og legði ætlanir. Tá samtykti landsstýrið, at Dalstunnilin skuldi vera nummar eitt í raðfestingini og Fámjinstunnlin nummar tvey. Løgmaður sigur, at tann raðfestingin, hon er framvegis galdandi. Málið er sum so ikki nærri viðgjørt í samgonguni, sambært løgmanni. Og løgmaður er ikki einsamallur um at halda fast. Jónleif Johannesen, tinglimur fyri Javnaðarflokkin, og sum sjálvur er úr Dali, men býr í Klaksvík, vil eisini hava, at Dalstunnilin er frammanfyri Fámjinstunnilin. Jónleif Johannesen vil heldur ikki gera bandaða samrøðu við útvarpið Umboðsráðið hjá Betri samtakinum hevur kallað inn til eykaaðalfund at velja nýggjan nevndarlim, nú Teitur Poulsen er farin úr nevndini í PF Betri. Umboðsráðið hevði fund í gjár. Tað er Umboðsráðið, sum er valt av tryggingartakarunum, sum velur nevndina í PF Betri. Umboðsráðið hevur nú kallað inn til eykaaðalfund fyri at velja nýggjan nevndarlim. Eykaaðalfundurin verður væntandi í oktober. Jákup Egholm Hansen er formaður í Umboðsráðnum. Tá hann verður spurdur, um hann framvegis hevur álit á nevndini í PF Betri eftir at nevndin avgjørdi at siga Ben Arabo úr starvi, er svarið, at hann er ein av 35 umboðsfólkum, sum kunnu hava ymsar áskoðanir um málið, og at hansara persónliga áskoðan ikki neyðtúrvliga umboðar sjónarmiðini hjá hvørjum einstøkum av hinum umboðsfólkunum, og tí vil hann ikki úttala seg. Um Umboðsráðið framvegis hevur álit á nevndini vil vísa seg, tá regluligi aðalfundurin verður í apríl næsta ár, tá helvtin av nevndini stendur fyri valið, sigur Jákup Egholm Hansen. Ben Arabo sat sum stjóri í Betri banka í slakar 10 mánaðir. Hann tók við eftir Súna Schwartz Jacobsen, sum fór frá við fráfaringaravtalu. Jákup Egholm Hansen sigur, at tað er sera óheppið, at tað er so nógvur ófriður um Betri samtakið. Men hann vil ikki siga, um hann heldur tað vera rætt ella skeivt av nevndini at siga Ben Arabo úr starvi. Aksel V. Johannesen, løgmaður, sum ikki vil gera bandaða samrøðu við útvarpið sigur, at fyri fýra vikum síðani var landsstýrið á Viðareiði og legði ætlanir. Tá samtykti landsstýrið, at Dalstunnilin skuldi vera nummar eitt í raðfestingini og Fámjinstunnlin nummar tvey. Løgmaður sigur, at tann raðfestingin, hon er framvegis galdandi. Málið er sum so ikki nærri viðgjørt í samgonguni, sambært løgmanni. Og løgmaður er ikki einsamallur um at halda fast. Jónleif Johannesen, tinglimur fyri Javnaðarflokkin, og sum sjálvur er úr Dali, men býr í Klaksvík, vil eisini hava, at Dalstunnilin er frammanfyri Fámjinstunnilin. Jónleif Johannesen vil heldur ikki gera bandaða samrøðu við útvarpið. Í fjør skrivaði Landsverk og El Service undir sáttmála um at fáa gjørt eina trygdarskipan í Sumbiartunlinum. Tað skrivar Landsverk á heimasíðuni. Í dag vórðu ljósini í Sumbiartunlinum tendrað, og nú lýsa triðja hvørt ljós í tunlinum. Hetta er partur av ferðslutrygdararbeiðinum hjá Landsverki, har endamálið er at tryggja allar føroysku tunlarnar. Tað boðar Atlantic Airways frá í tíðindaskrivi til miðlarnar í dag. Hilton Garden Inn Faroe Islands verður navnið á nýggja hotellinum, sum verður fýra stjørnað og stjóri verður Martin Restorff. Hilton ketan hevur 100 milliónir fólk í sínum kundanetverki, og kann draga kundar til Føroyar úr millum annað Asia og USA, har Hilton ketan er serliga sterk, sigur Atlantic Airways í tíðindaskrivinum. Hilton navnið gevur okkum atgongd til ein umfatandi og spennandi kundaskara, sum vit kunnu selja til alt árið, sigur Martin Restorff. Hilton Garden Inn er tann parturin av Hilton ketuni, ið hóskar seg sera væl til ferðafólk, sum í stóran mun vilja hava virknar frítíðarferðir við náttúruupplivingum. Harumframt hóskar hotellið væl til vinnuferðavinnu økið. Umframt royndirnar frá hotell virksemi í Føroyum bæði innan mat, vín og tænastur, hevur Martin Restorff eisini royndir uttanlands frá Radisson SAS Royal í Keypmannahavn. Seinastu 10 árini hevur Martin Restorff starvast í Eik Banka og Betri samstakinum, har hann hevur havt leiðandi starv innan tænastuøkið. Tað verður gjørt, tá Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkismálum týsdagin fer at skriva undir ein sáttmála um Íshavið, við fleiri onnur lond. Poul Michelsen var til ráðførslu í Uttanlandsnevndini fyrrapartin, og nevndin gav honum loyvi at skriva undir sáttmálan við hini londini. Dysturin vardi í fimm tímar. Á føroyska liðnum í dag telvaðu Helgi Dam Ziska, Olaf Berg, Martin Poulsen og Carl Eli Samuelsen. Føroyar vóru fyri dystin í dag nummar 68 í røðini av teimum 185 liðunum í kappingini. Fimta umfar verður í morgin. Talan er um tvær stórar fótbóltstjóðir, men vit kunnu tíverri bert velja ta einu, segði Aleksander Ceferin, forseti í UEFA, tá hann lat brævbjálvan við navninum á komandi vertinum upp. Turkaland hevur ongantíð áður verði vertur fyri eina so stóra fótbóltskapping. Týskland hinvegin var vertur fyri heimsmeistaraskapið í fótbólti í 2006, og Vesturtýskland var vertur fyri EM í 1988. Harafturat hevur Týskland betri undirstøðukervi, eins og nógvu atfinningarnar av Turkalandi fyri brot á mannarættindi og talifrælsi kunnu hava havt týdning fyri avgerðina. Evropameistaraskapið í 2020 verður í 12 ymiskum evropeiskum stórbýum eitt nú í Keypmannahavn, men tað verður neyvan í 2024, tí tað hevur verið sera avbjóðandi at umsita, veit tíðindastovan AFP at siga. Løgreglan í Føroyum hevur leitað sær hjálp hjá donsku ríkisløgregluni í málinum um, at fremmandir gestir hava verið á gátt á nic.fo og fingið atgongd til brúkaranøvn og loyniorð hjá øllum, sum hava eina adressu, sum endar við punktum fo. Høgni Hoydal, landsstýrismaður hevur ongar ætlanir um at banna springaradrápi. Tað sigur hann í svari til Kaj Leo Holm Johannesen, tingmanni úr Sambandsflokkinum, sum hevur sett landsstýrismanninum grein 52a fyrispurning um springaradráp. Kaj Leo Holm Johannesen vil millum annað vita, um somu lógarásetingar eru galdandi fyri springaradráp sum grindadráp, og um nakrar vegleiðandi reglur eru fyri, hvar springarar skulu haldast til, nær teir skulu haldast til, og um krøv er til útgerð til dráp av springarum. Kaj Leo Holm Johannsesen spyr haraftrat um, hvørjar reaktiónir almennu Føroyar hava fingið úr útlandinum í sambandi við springaradrápið í Hvalvík 11. september 2018, og um brot er framt á lógina í Hvalvík hendan dagin. Í svarinum skrivar landsstýrismaðurin, at lógin um grindadráp er galdandi fyri springara eisini, og tað merkjur at allar ásetingar um grindadráp eisini eru galdandi fyri springaradráp. Um ávíst brot er framt á grindalógina ella grindakunngerðina í Hvalvík 11. september er fyri ákæruvaldið at taka støðu til og ikki fyri landsstýrismanin, sigur Høgni Hoydal í svari sínum. Hann sigur eisini, at hann ongar ætlanir hevur um at broyta lógina, og at tað tískil framhaldandi verður loyvt at drepa springara, eins og tað er loyvt at drepa grind. Í svarinum uppá hvørjar reaktiónir almennu Føroyar hava fingið uppá springaradrápið í Hvalvík, svarar landsstýrismaðurin, at í døgunum aftaná drápið í Hvalvík vóru túsundtals mótmæli á sosialum miðlum móti føroyskari hvalaveiðu. Talið av mótmælum og miðlaumrøðan er tó ikki størri í vavi, enn vit hava upplivað fyrr, og mótmælini og umrøðan hava áður verið fleiri og størri. Fiskimálaráðið hevur fingið eitt teldubræv um áheitan um at steðga springaradrápi og Løgmansskrivstovan hevur fingið 282 mótmælisskriv millum 11. og 19 september. Tey flestu av hesum frá somu heimasíðu og eru tey eins. Uttanríkis- og vinnumálaráðið og Whaling.fo hava fingið nøkur fá mótmælisskriv í kjalarvørrinum á springaradrápinum. Uttanríkis og vinnumálaráðið upplýsir, at reaktiónirnar sum heild hava verið tær somu, sum hava verið í sambandi við grindadráp seinnu árini. Kommunan fer á býráðsfundi í kvøld at játta 5 milliónir til arbeiðið, so fyrireikingarnar kunnu fara í gongd, sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Havn. Býráðsfundur verður í Tórshavnar Kommunu í kvøld klokkan 18 og tá skal millum annað ein serstøk nevnd setast at arbeiða við langhylinum. Býráðið boðaði í februar frá, at langhylurin varð útsettur í eitt ár, tí kommunan hevði ov nógvar stórar verkætlanir í gongd í senn, eitt nú Skúlan á Fløtum og Musikskúlan. Projekteringin tekur níggju mánaðir og verður sostatt ikki liðug fyrr enn seint í 2019. Eftir hetta verður arbeiðið at byggja nýggju høllina síðani boðið út. Býráðið skal á fundinum í kvøld eisini viðgerða serstaka byggisamtykt fyri Klingrutjørn 2, íbúðarbygging undir Kongavarða, og keyp av nýggjum stigabili til Brandstøðina. Haraftrat verður fíggjarætlanin fyri 2019 løgd fram. Rúsdrekkasøla í Føroyum verður møguliga eitt vet fríari í næstum. Eitt uppskot frá uttanflokkatingmanni Magna Laksáfoss um at loyva føroyskum bryggjaríum at selja alla sína egnu framleiðslu uttan avmarkingar og uttan um Rúsuna, fekk góð orð við á vegnum frá fleiri samgonguflokkum og landsstýrismanninum. Bryggjaríir hava sum er loyvi at selja øl, men einki sterkari enn 5.8 prosent. Tað er hetta promillumarkið, sum Magni Laksáfoss vil hava avtikið. Poul Michelsen sá heldur, at vanligir matvøruhandlar fingu somu heimild at selja øl og vín, sum bryggjaríini, men tók annars væl ímóti uppskotinum. Sambært Poul Michelsen hava avmarkingarnar á rúsdrekkasølu ikki tálmandi virknað. Hann vísti í tinginum í gjár á, at føroyingar mangan gingu sera fullir eitt nú á ólavsøku, áðrenn tað bar til at keypa rúsdrekka á ólavsøku. Øll vóru tó ikki eins jalig við tankan um at loyva bryggjaríunum at selja sína egnu vøru uttan avmarkingar. Jenis av Rana vísti á vandarnar við rúsdrekka bæði viðvíkjandi heilsu og sosialt í sambandi við misbrúk. Magni Laksáfoss legði dent á, at ætlanin ikki er at lata upp á víðan vegg, men uppskotið snýr seg um at framleiðararnir skulu sleppa at selja alla sína framleiðslu í egnum sølubúðum. Heimavirkisvinnan tekur væl ímóti uppskotinum, sum hækkar markið fyri, nær fólk skulu gjalda meirvirðisgjald av vørum, sum tey virka. Men áhaldandi eigur at verða strembað eftir, at bæði grindadráp og springaradráp ganga so væl sum gjørligt, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður. Heildarkvotan av toski á Flemish Cap hækkar upp í 17.500 tons. Tað gjørdi NAFO av á ársfundinum í seinastu viku, boðar uttanríkis og vinnumálaráðið frá í tíðindaskrivi. Tað merkir, at føroyska kvotan á Flemish Cap eisini hækkar. Føroyar eiga 22.35 av heildarkvotuni. Føroyska kvotan, sum í dag er 2.492 tons, hækkar tí 1.420 tons, og verður 3.911 tons. Í nýggja vísindaliga tilmælinum varð mett, at heildarkvotan fyri tosk á Flemish Cap fyri 2019 kundi hækka úr 11.145 tonsum upp til í mesta lagi 20.800 tons. Tilmælið staðfesti eisini, at helst fór ein so stór hækking at hava við sær, at heildarkvotan fyri 2020 skuldi lækka niður í 12.400 tons. Føroyska kvotan fyri svartkalva og kongafisk er óbroytt. Føroyar eiga 211 tons av svartkalva og 69 tons av kongafiski á Flemish Cap. Sambært fíggjarlkógaruppskotinum fyri komandi ár verður avlopið hjá landskassanum 403 milliónir krónur, meðan rakstrarútreiðslurnar vaksa við 2,6 . Inntøkurnar hjá landinum vaksa væntandi við 3,8 , og játtanin til íløgur verður 424 milliónir krónur. Landsstýrið er ávegis við einum bústaðarpakka , sum skal tryggja fleiri bústaðir. Fleiri tiltøk eru longu sett í verk, onnur eru ávegis, sigur Kristina Háfoss. Vegna stóru ferðini í byggivinnuni, verða almennu íløgurnar raðfestar soleiðis, at arbeiðsmegi altíð er tøk til bústaðarbygging. 80 milliónir krónur í íløgum verða raðfestar av nýggjum í hesum sambandi. Harumframt segði landsstýriskvinnan, at ein nýggjur barnalækni og ein hjartalækni verða settir komandi ár orsakað av heilsunýskipanini og serlæknapuljuni. Átøkini komandi ár eru millum annað Nýggjar útbúgvingar og styrkt Fróðskaparsetur Bústaðarpakki Nýtt avloysaraskip til SSL og hægri útoyggjastuðul Eysturoyar og Sandoyartunlar og aðrir tunlar Barnalækna og hjartalækna afturat Pensjónistar minst 1.000 krónur meira at liva av um mánaðin Fiskivinnunýmenning og tónleikaútflutningsstova Frá 40 pensjónsflatskatti til stigvaksandi pensjónsskatt úr 30 upp í 40 Nýggj sendistova í fjareystri Náttúruverndarlóg Málið er, at skuld landsins skal minka við umleið 1 milliard krónur. Laura Kathrine Apol er vaksin upp í truplum og svárum korum. Mamman var sálarliga sjúk og tískil var gerandisdagurin hjá Lauru umskiftiligur og ótryggur og hon fekk ábyrgd, sum eitt barn ikki eigur at hava. Í dag er Laura mamma trimum børnum, hon er aðalskrivari í Sinnisbata, lesur stjórnmálafrøði og so hevur hon skrivað bók, sum eitur Tá mamma verður ør . Lyftið um lummapengar fær alsamt fleiri flóttafólk og tilflytarar at flyta úr Danmark og heimaftur til heimalandið. Tað vísa tøl frá donsku flóttafólkahjálpini, sambært Kristliga Dagblaðnum. Stuðulin snýr seg um útreiðslur til flogferðaseðil og at flyta. Eisini fáa persónarnir 133.866 krónur í ískoyti til at fóta sær í heimlandinum aftur. Nýggj tøl vísa, at meðan umleið 150 persónar fingu henda stuðul í 2014 og 2015, er talið av flóttafólkum og tilflytarum, sum flyta heimaftur við peningi frá donsku myndugleikunum, nú 300 í 2016 og 2017. Mítt høvuðsmál er, at fólkini, sum sleppa heim og kanska ongantíð hava funnið seg til rættis í Danmark, fáa møguleika at byrja av nýggjum í heimlandinum. Eru tey ikki fallin til her, er eingin meining í, at tey skulu vera her, sigur Inger Støjberg. Asyl stjórin hjá donsku flóttafólkahjálpini, Eva Singer, hevur onga greiða grundgeving fyri, at talið av teimum, sum fáa henda stuðul, veksur. Vit vita, at fleiri úr Somalia hava mist uppihaldsloyvið, og tað kann hava skapt óvissu hjá teimum, so tey venda heimaaftur, sigur Eva Singer við Kristiligt Dagblað. 35 ára gamla Mo Huanjing varð dømd sek í eldáseting og manndrápi, tí fýra fólk lótu lív í eldinum í juni 2017. 9. februar í ár varð hon dømd deyðarevsing. Fríggjadagin tann 21. september varð Mo tikin av døgum. Mo Huanjing var fátækur tilflytari í landspartinum Guangdong. Hon var bundin av spæli og stjól skreytlutir og lænti pengar frá ríku familjuni, sum hon arbeiddi hjá, so hvørt sum spæliskuld hennara vaks. Á rættarfundinum í Hangzhou í Zhe jiang landspartinum, kom fram, at hon skyldaði framiljuni 300.000 kinesiskar yuan, sum svarar til 275.000 krónur. Í rættinum greiddi Mo frá, at hon hevði ætlanir um at sløkkja eldin sjálv, men eldurin breiddi seg skjótt, at hon rýmdi úr marglætisíbúðini á 18. hædd í einum bygningi í miðbýnum í Hang zhou. Mánadagin 1. oktober rundar Fuglafjarðar kommuna tey fyrstu 100 árini, og tí sendi Nón beinleiðis úr Fuglafirði hósdagin fyri. Í sendingini borðreiðir kokkurin Poul Rustin, ið rekur matstovuna Muntra, við einari leskiligari laksasuppu, samstundis sum hann sigur okkum hvussu nógv matstovuvinnan er broytt, síðani hann lat upp sína fyrstu matstovu í 1978. Sonni á Horni, borgarstjóri, er hósdagsgestur, og hann nemur við søguna hjá Fuglafjarðar kommunu, samstundis sum nomið verður við aðrar tættir eisini. Ein av forvitnisligu framsýningunum, ið kunnu síggjast 100 ára dagin, er framsýningin hjá feðgunum Dávid og Signar á Brúnni, sum í málningum og teksti lýsir byggisøguna í Fuglafirði farnu mongu árini. Vit hittu Signar í kjallaranum í gomlu keypssamtøkuni. Vit fóru eisini eina ferð oman Memory Lane 1918 2018 saman við Leif Andr Eliasen. Og Memory Lane er ein framsýning, sum er í Stórhúshøll og sum lýsir áhugafeløgini í Fuglafirði gjøgnum tíðina. Vit hitta eisini Kristinu Gry Berg, sum starvast á Kunningarstovuni í Fuglafirði. Hon sigur okkum eitt nú um ferðavinnuvirksemið í býnum og eina serliga framsýning hjá Tjóðsavninum, sum er í Betri bygninginum. Í Fuglafjarðar kommunu er eitt bæði sterkt og fjølbroytt vinnulív. Og ein av spennandi fyritøkunum er KJ Hydraulik. Vit hitta Lillian í Lambanum, sum nemur við søguna og fjøltáttaða virksemið. Tú kanst hoyra Nón sendingina úr Fuglafirði her Hoyr sendingina her Annika Skaalum, Beinta Løwe, Annika Sølvará, Uni Leitisstein Hansen, Jóhan Sundstein, Dánjal Gram, Annika Højgaard, Katrin Jørgensen. Tann 29. august fekk Liljan Weihe handað ætlanarskriv um uppsókn, samstundis sum fyrrverandi tíðindaleiðarin í Kringvarpinum fekk tilboð um nýtt starv í Kringvarpinum. Samgongan væntaði sær 400 milliónir í yvirskoti 2018, men nú árið er farið at halla, vísa nýggjastu metingarnar, at yvirskotið einans verður 276 milliónir ella 125 milliónir minni enn fráboðað. Samtykta fíggjarlógin fyri 2018 var ikki íroknað sáttmála ásettar lønarhækkingar, tí sáttmálasamráðingarnar vóru ikki komnar á mál, tá ið fíggjarlógin varð samtykt. Landsstýrið manglar 17 milliónir, sum vóru inntøkuførdar fyri sølu av bygningum, og umbiðin játtan til eykabát til stranferðsluna kostar 16 milliónir eyka, sum ikki stóru á fíggjarlógini. Borgarin ger sjálvur av, hvussu hann vendir sær til almenna myndugleikan, sigur Løgtingsins umboðsmaður, nú Tórshavnar Kommuna hevur talgildað tilmeldingina til dagstovnapláss. Tórshavnar Kommuna boðaði herfyri frá, at eftir 1. oktober skulu foreldur, sum vilja bóka dagstovnapláss gera tað gjøgnum MínBoks, og at tey móttaka post frá kommunui í talgildum formi. Annað málið snúði seg um, at lesandi skuldu søkja lestrarstuðul umvegis Mínboks, og hin snúði seg um, at lønarseðlar hjá alment settum starvsfólkum einans fóru at verða sendir í Mínboks. Niðurstøðan hjá umboðsmanninum er millum annað, at borgarin ger í útgangsstøðinum sjálvur av, hvussu hann vendir sær til ein almennan myndugleika. Tað krevur serstaka heimild at krevja, at borgarin skal samskifta talgilt við almennar myndugleikar, sigur Løgtingsins umboðsmaður. Tórshavnar kommuna hevur ásannað, at hon hevur ikki heimild at krevja, at foreldur skuldu stovna Mínlykil, skráseta seg í Mínboks og móttaka post frá kommununi í talgildum formi. Tórshavnar kommuna hevur boðað frá, at onnur mannagongd verður sett í verk fyri tey, sum ikki nýta talgildu skipanina, stendur í tíðindaskrivi frá Løgtingsins umboðsmanni. Fútastova í Havn er ein matstova, sum hevur lagt seg eftir at borðreiða við fronskum mati í nútímans tulking. Matligu høvuðsábyrgdina hevur Teitur Christensen, sum er sjefkokkur. Í matskránni er ein dessert, sum kallast creme brulee . Hetta merkir brent krem . Teitur greiðir frá, hvaðani dessertin stavar, at tað eru nógvar variatiónir av henni og at í Fútastovu leggja tey seg eftir at borðreiða við einari, sum hevur kaffi í. Teitur fortelur, at í høvuðsheitum er creme brulee ein budingur við karamell loki á. Budingurin verður tilgjørdur við eggum, róma, mjólk, sukri og kaffi. Karamellokið fæst á tann hátt, at man stroyir sukur á tann bakaða budingin, so tað hongur fast, og brúkar gassbrennara til at brenna tað til karamell. Umráðandi er, hvussu konsistensurin er í budinginum, at hann líkasum hevur sett seg men framvegis er eitt sindur bleytur í miðjuni, og at karamellið er passaliga brent, tað vil siga ikki ov nógv. Hóast Teiti sjálvum dámar best myrkabrent karamell, ansar hann eftir ikki at brenna tað ov nógv til gestirnar, tí, sum hann sigur, er hann góður við teir . Lurta eftir innslagnum, sum varð sent í Vikuskifti 28. september Hetta sigur Rúni Nielsen, whiskyfjeppari. Vikuskiftissendingin var á gátt hjá honum, har vit prátaðu um No Age Statement NAS , altso whisky, har ongin aldur er upplýstur, Age Statement AS , tað vil siga aldur og árgang, umframt hvussu ein á lættan hátt kemur inn í whiskyheimin uttan at noyðast at keypa seg fátækan. Gongdin í dag er, at goymslurnar við gomlum whisky eru farnar at tømast, tí eftirspurningurin hevur yvirhálað útboðið. Hetta trýstir prísirnar uppeftir, og í mongum førum er prísurin á summum fløskum fleirfaldaður. Gott whisky er næstan ikki keypandi. Men kortini eru ávís sløg, sum eru góð og fáast fyri ein lutfalsliga bíligan penga. Men tó er Rúni vissur um eitt, sum mangir aðrir whiskyfjepparar eru samdir við honum í Er man farin at keypa whiskyfløskur, sum kosta yvir 1000 krónur fyri hvørja, er ongin vegur aftur tá er man av sonnum vorðin fjeppari Stjórin á Articon, Jón Sigurdsson, saman við fíggjarstjóranum og nevndarformanninum, Niclas Joensen, tóku í móti heiðrinum á Vinnudegnum, sum hevur verið í Norðurlandahúsinum í Havn í dag. Grundgevingin hjá dómsnevndini fyri at velja júst Articon til Ársins Virki vóru millum annað dygdargóð verkætlanarstýring, null hugsónin hjá Articon viðvíkjandi arbeiðs skaðum og so tað, at fyritøkan virkar í einari vinnu við beinharðari kapping og har kostnaðarstøðið, serliga seinnu árini, hevur verið hækkandi. Hóast hetta hevur fyritøkan megnað at fingið eitt vaksandi avlop, sum hevur hækkað eginpeningin upp í 80 milliónir krónur. Samstundis hevur avkastið eisini verið hækkandi, skrivar altso dómsnevndin í sínum grundgevingum. Ársins Átak FAB LAB á Miðnámi í Kambsdali var fyrr í dag valt at vera ársins átak í 2018. Páll Isholm, rektari, og Jóannes Djurhuus, dagligur leiðari á FabLab, tóku móti heiðrinum. Tey, sum umsita navnaøkið punktum fo á internetinum, kundu ikki verja seg ímóti teldusníkaálopinum á nic.fo, sum gjørdi, at fremmandir gestir hava fingið atgongd til brúkaranøvn og loyniorið hjá øllum, sum hava eina adressu, sum endar við punktum fo, Tað sigur Jógvan Høgnesen, stjóri í Trygdartøkni, sum síðani 2016 hevur havt ábyrgdina av umsitingini av punktum fo navnaøkinum. Í FO Ráðnum í dag eru fýra fólk. Umframt forkvinnuna Mimmi Steintórsdóttir sita, Gudny Langaard, Páll Vesturbúð og Richard Jacobsen í ráðnum. 193,4 milliónir fara í Búskapargrunnin í 2019 sambært fíggjarlógaruppskotinum sum Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum legði fram fyrrapartin. Sambært lóg um Búskapargrunnin fara 20 prosent av avlopinum á fíggjarlógini upp til 200 milliónir krónur, og 50 prosent av avlopi, sum er oman fyri 200 milliónir krónur, í Búskapargrunnin. Umframt avlop á fíggjarlógini, sigur lógin um Búskapargrunnin, at inntøkur frá kolvetnisvinnu og frá einskiljing av ognum hjá landinum skulu setast í Búskapargrunnin. Landskassin hevur sambært fíggjarlógaruppskotinum fyri 2019 eitt yvirskot uppá 403 milliónir krónur, tað vil siga at 140 milliónir av hesum fara í Búskpargrunnin. Hetta er fyrstu ferð at peningur frá tilfeingisvinnuni kemur í Búskapargrunnin, tí lógin um útjavningargrunnin varð ikki samtykt fyrr enn í apríl í 2017. Fyrstu fer peningur varð fluttur í Búskapargrunnin var í sambandi við søluna av LÍV í 2016, tá vóru 23 milliónir settar í Búskapargrunnin. Heldur ætlanin hjá landstýrinum fyri 2019 um at flyta 193,4 milliónir krónir í Búskapargrunnin næsta ár, standa í alt 540 milliónir í Búskapargrunninum næsta ár 474 milliónir sum støðisfæð og 53 milliónir í útjavningargrunninum. Dómsnevndin sigur millum annað í grundgevingini, at Articon leggur stóran dent á verkætlanarleiðslu, og fyritøkan ber orð fyri at lata tað, sum hon byggir, til tíðina, og dygdin er eisini í lagi. Bárði á Steig Nielsen, formanni í Sambandsflokkinum, dámar væl at eta havragrýn á morgni, og tað gjørdi hann eisini í morgun, áðrenn hann fór til Havnar at frætta um fíggjarlógaruppskotið. Vanligt er, at fleiri íløgur koma á skránna í einum valári, men í fíggjarlógaruppskotinum verður hildið aftur fyri at taka trýstið av búskapinum. Hinvegin hevur Ragnar Joensen lagt til merkis, at eitt nú bygningurin til Sjóvinnustýrið í Vágum er útsettur, hóast semja hevur verið í tinginum um at byggja hann. Fyribils lýsir triðja hvørt ljós í Sumbiartunnlinum, men næsta stig verður at seta upp neyðskáp, eldsløkkjarar og telefonir í tunlinum. Samlaði kostnaðurin er umleið 10,5 milliónir krónur, tá alt er liðugt. Borgarstjórin í Sumba, Eyðbjørn Thomsen, vónar, at pengarnir verða játtaðir skjótt, so arbeiðið verður gjørt skjótt liðugt, tí ábøturnar eru neyðugar fyri trygdina. Men Sumbiartunnilin er bara ein av fleiri eldri tunnlum, sum hevur ábøtur fyri neyðuni, ásannar Armgarð Steinhólm, deildarleiðari í Deildini fyri Infrakervi hjá Landsverki. Fíggjarlógin leggur upp til ein rakstrarvøkstur á 2.6 komandi árið. Ein varislig meting, sambært Sverra Hansen, formanni í Búskaparráðnum. Men talið skal verða hægri, sigur andstøðan, tí samgongan hevur flutt útreiðslur av grundarupphæddini yvir á samhaldsfasta, og tí eigur tað í veruleikanum at síggjast aftur á útreiðslunum. Búskaparráðið hevur eisini roknað samhaldsfasta við í útreiðslum hjá landinum í síni frágreiðing, men Sverri Hansen fæst ikki at siga, hvørt fíggjarlógin eigur at taka tølini við í sinum rakstrarútreiðslum. Fíggjarlógin tekur einans atlit til tað, ið landið hevur beinleiðis ræði á. Í tí størri búskaparmyndini, har kommunur, almennar fyritøkur, grunnar og annað eisini eru tikin við, er landið ein somikið lítil partur, at tað skulu størri tøk takast fyri at loysa størru avbjóðingarnar, sigur formaðurin í Búskparráðnum. Jenny Petersen, stjóri, leggur ikki fingrarnar ímillum, nú Tjóðleikhúsið heldur ikki hesuferð slapp upp í part á fíggjarlógini. Hóast vónbrotið, so skulu fólk ikki vænta, at tey á Tjóðpallinum fella í fátt, tí tey ána ein glotta, sigur stjórin á Tjóðpallinum. Longu í fyrstu Also sending í vetur kom ferð á kjakið, tá panelluttakararnir skuldu taka støðu til hvør hevur skyldina, tá talan er um ótrúskap. Eisini varð kjakast um hvussu útlendskir makar hava tað, tá tey flyta til Føroya, og um eina kvinnu, sum er sannførd um, at mamman hatar seg. Leif Sørensen, kokkur, greiðir í hesum innslagnum frá, hví tað føroyska grønmetið smakkar øðrvísi og kanska eisini betri enn tað útlendska. Streym og samskiftislinjur í økinum er avskornar, og tað ger tað trupult bæði at fáa eina greiða meting av skaðunum, men eisini at samskipa hjálpar og bjargingararbeiðið. Sigurð í Jákupsstovu hevur í fleiri umførum verið úti og boðað frá, at Setrið manglar pengar. Tískil er væntandi hækkanin, sum er góð 10 prosent, fyrst og fremst við til at gera virksemið á Setrinum meira støðugt um fíggjarlógin 2019 verður samtykt. Tað verður tað eisini pláss til, heldur Sigurð í Jákupsstovu.Tað inniber eitt nú, at livitíðin hjá búskaparbreytini ikki er so kritisk, sum hon hevur verið. Men hann vil fyrst og fremst brúka pengarnar uppá, at virksemið gerst meiri støðugt. Samhandilin millum Føroyar og fjareystur er vaksin nógv, og tí hevur Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkismálum avgjørt, at seta eina nýggja sendistovu í fjareystri á stovn. Høvuðsendamálið við sendistovuni í fjareystri verður at tryggja støðufesti í avtalunum Føroyar hava við londini í fjareystri. Sambært landsstýrismanninum kann hetta gerast við at fáa eitt føroyskt umboð á staðið. Nýggi bygningurin til Sjóvinnustýrið, sum eftir ætlan skal byggjast á Giljanesi, er ein av íløgunum, sum verður drýggjað í fíggjarlógini fyri 2019. Men Ingolf S. Olsen, sum er tingmaður fyri Tjóðveldi og býr í oynni, vissar øll vágafólk um, at Sjóvinnustýrið flytir aftur í oynna. Tað ætlar hann at tryggja sær við at staðseta nýggja bygningin til Sjóvinnustýrið í sjálvari verklagslógini. Ingolf S. Olsen hevur eisini fingið tilsøgn frá landsstýrismanninum í vinnumálum, Poul Michelsen, at staðsetingin hjá Sjóvinnustýrinum verður ikki broyt. Flóðaldan rakti indonesiska býin Paulu á oynni Sulawesi fríggjadagin. Ein jarðskjálvti, sum máldi 7,5 á richter stiganum, var orsøkin til flóðalduna. Tað skrivar Ritzau. Streym og samskiftislinjur í økinum er avskornar, og tað ger tað trupult bæði at fáa eina greiða meting av skaðunum, men eisini at samskipa hjálpar og bjargingararbeiði. Í gjár gjørdist greitt, at myndugleikarnir í Indonesia strikaðu flóðalduávaringina 34 minuttir eftir, at ávaring varð skrivað út um ógvusliga jarðskjálvtan. Nógv fólk náddu tískil ikki at flýggja undan flóðalduni, áðrenn hon breyt á land. Videobrotið niðanfyri er tikið, meðan flóðaldan brýtur á land. Klokkan fýra í morgun ringdu tveir mans til løgreluna, og báðir søgdu, at teir høvdu fingið ein frammaná. Løgreglan kannar bæði málini, og greitt er ikki enn, hvat hendir við teimum. Í Klaksvík var smávegis gøtuófriður um hálvgum fýratíðina í nátt. Har mátti løgreglan uppí og fekk menn at skiljast. Í dag verður helst avgerð tikin um, um menninir skulu fáa bót, ella um talan var um eitt harðskapsmál. Í einum húsum í Havn var ógvusligur húsaófriður. Talan var um fólk, sum høvdu drukkið, og tað tók løgregluni næstan tveir tímar at sissa fólkini, so friður var aftur. Hetta er sættu ferð, at Granskingarráðið lat heiðurslønina fyri framúr góða almenna miðling av gransking. Hesa ferð gjørdist vinnarin Magni Mohr, skrivar gransking.fo . Ein dómsnevnd valdi millum tey uppskot, sum vóru komin inn. Hon er sett saman av einum umboði fyri Føroysk Miðlafólk, einum umboði fyri Fróðskaparsetrið og einum umboði fyri Granskingarráðið. Hesi eru Jón Brian Hvidtfeldt, Anna Katrin Matras og Dagmar Joensen Næs. Jón Brian Hvidtfeldt avdúkaði at Magni Mohr fekk ársins heiður. Í grundgevinigi stóð millum annað, at Magni Mohr á fyrimyndarligan hátt leyk tey trý krøvini til heiðurslønina, sum vóru miðling á einum høgum stigi til ein breiðan skara, íkast til at økja fatanina av gransking í samfelagnum, og fangandi og kjakkveikjandi miðling. Magni Mohr er granskari, rithøvundur og ítróttarserfrøðingur. Hann er útbúgvin cand. scient í ítrótti og hevur ph.d. frá Københavns Universitet. Hann hevur starvast sum granskari á universitetum í Danmark, Svøríki og Onglandi og varð í mai 2014 settur í starv á Fróðskaparsetri Føroya sum lektari í heilsuvísindum. Magni hevur eisini verið knýttur at venjaratoyminum hjá Juventus, Chelsea og danska fótbóltslandsliðnum. Magni er sera virkin sum granskari og hevur millum annað staðið á odda fyri einari ítróttargranskingarverkætlan, har 80 kvinnur í aldrinum 35 til 50 ár, sum ikki íðkaðu nakran ítrótt, regluliga vórðu kannaðar. Dómsnevndin legði eisini dent á, at Magni Mohr er sera virkin í almenna kjakinum, og at hann eisini hevur áhuga fyri gransking á øðrum økjum enn sínum egna. Hann dugir væl at skilja millum vísindaliga miðling av gransking og miðling til almenningin og er sera ágrýtin og virkisfúsur. Fyritøkurnar eru samstundis farnar undir at kanna, hvagar virksemið kann flytast. Talan er í stóran mun um amerikanskar fyritøkur, sum hava havt góð gróðrarlíkindi í Kina. Talan er fyrst og fremst um fyritøkur, sum gera tekniskar lutir, og tær hava ofta virksemi í fleiri londum. Tí umrøða tær nú, hvagar best er at flyta virksemið. Tað er við stórari sorg, at eg vegna familjuna hjá Kim Larsen skal boða frá, at Kim Larsen andaðist í heiminum eftir longri sjúkralegu. Kim Larsen gjørdist 72 ár, stóð í stuttu boðunum frá umboðinum hjá danska tónaskaldinum. Tað var í januar, at tað gjørdist greitt, at Kim Larsen hevði fingið staðfest krabba í prostata, og seinni sama mánaða avlýsti sangarin fleiri konsertir. Men í juni boðaði bólkurin hjá Kim Larsen frá, at sangarin var frískur aftur, og at bólkurin, Kim Larsen og Kjukken, aftur fór á konsertferð. Millum annað upptraðkaði Kim Larsen við bólki í august mánaða á stóra, danska festivalinum Smukfest. Kim Larsen gjørdist av álvara kendur við danska rokkbólkinum Gasolin í 1969. Eisini hevur hann skrivað og framført í fleiri ár sjálvur. Einsamallur hevur hann selt yvir 3 milliónir fløgur, og saman við bólkinum Gasolin hevur hann selt yvir fimm milliónir fløgur. Kim Larsen varð mangan nevdnur danska tjóðarskaldið. 83 ára gamli Svenning Reinert hevur altíð búð í Norðradali. Hann er sonur Albert hjá gamla Corneliusi og Astrid úr Leynum, føddur jóladag 1935. Garðarnir í Norðradali verða róptir Heimihagi og Útihagi. Fyrr vóru eini samanbygd hús í bygdini. Tey vórðu rópt Uppistova og Niðristova. Nú er bara navnið Uppistova eftir. Nýggjaru húsini hjá Heimihaga verða rópt Úti á Hædd. Traðarbrúk hava verið norðanfyri Gjónna. Svenning bygdi á eitt stykki millum abban og pápan. Norðanfyri teir var stóra brúkið hjá Viggo Lutzen. Samferðsluumstøðurnar hjá norðradalsfólki vóru ringar, áðrenn vegur kom av Skarðinum. Tey, sum keypa el ella vetnisbil, skulu fáa MVG afturgoldið í 2019 og 2020. Tað sigur landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Kristina Háfoss, sum fríggjadagin legði uppskot fyri tingið um avgjaldsfríar el og vetnisbilar. Tað hevur síðan 2017 verið møguligt hjá teimum, ið keypa sær ein el ella vetnisbil, at fáa meirvirðisgjaldið afturgoldið. Afturgjaldið kann tó í mesta lagi verða 70.000 krónur. Í dag er ein ávísur kostnaðarmunur millum bilar, ið nýta meira dálkandi orkukeldur, í mun til el ella vetnisbil. Men kostnaðurin av, at ogna sær el ella vetnisbil er lækkandi, og væntandi verður ikki tørvur á stuðulsskipan eftir 2020. El bilar eru frítiknir frá skrásetingargjaldi, og teir rinda heldur ikki veg og umhvørvisgjald. Ætlanin við uppskotinum er, at hesir fyrimunir skulu halda fram komandi tvey árini. Skipanin við afturgjaldi var annars sett til at fara úr gildi 1. januar 2019, men við uppskotinum verður mælt til at halda fram við skipanini 2 ár afturat. Ein útlendingur, sum er komin til Føroya í arbeiðsørindum, varð í gjár varðhaldsfongslaður í 13 dagar í samband við eitt harðskapsmál síðsta vikuskifti. Tað skrivar in.fo. Tveir mans komu til ilnar uttan fyri eitt skeinkistað í Havn, og endin var, at eini maðurin varð sligin so illa, at nøsin brotnaði. Fyrradagin fekk løgreglan so fatur á brotsmanninum ein útlendingur, sum ikki hevði onnur tilnýti til Føroya enn tað, at hann var komin higar í arbeiðsørindum. Sambært in.fo varð maðurin settur í varðhald alt fyri eitt, soleiðis at hann ikki skuldi rýma av aftur landinum, áðrenn løgreglan hevði kannað málið. Løgreglan kann tó ikki hava fólk í varðhaldi longri enn 24 tímar uttan at leggja málið fyri ein dómara. Tí var maðurin førdur fyri rættin til eina grundlógaravhoyring fyrrapartin í gjár. Dómarin dømdi varðhaldsfongsling í 13 dagar, soleiðis at løgreglan kann kanna málið nærri, og rættarmál kann verða ført móti manninum. Nú tríggjar vikur eru farnar síðani ríkisdagsval var í Svøríki, eru eingi útlit fyri, at nýggj stjórn verður skipað, og samstundis verður tosað um, at nýval er einasta loysnin. Formaðurin í Ríkisdegnum, Andreas Norlen, hevur hitt formenninar í øllum teimum átta flokkunum, og niðurstøðan hjá honum er, at langt er mál við nýggjari stjórn. Eftir svensku grundlógini hevur ríkisdagsformaðurin fýra møguleikar at fáa eina stjórn, sum ikki fellur við eina atkvøðugreiðslu í ríkisdegnum. Svenski forsætisráðharrin, Stefan Løfven tapti eina atkvøðugreiðslu í ríkisdegnum, og tí verður tað formaðurin í Moderatarna, Ulf Kristersson, sum fær fyrsta møguleikan at skipa stjórn. Men hann hevur ikki neyðugan meiriluta á borgarliga veinginum. Hann kann fáa stuðul frá Svøríkisdemokratunum, men hvørki Liberali flokkurin ella Centerflokkurin vilja vita av Svøríkisdemokratunum sum stuðulsflokki. Tað hevur forkvinnan í Centerflokkinum, Annie Løøf longu gjørt greitt. Tí eru smá útlit fyri eini borgarligari stjórn. Gongur tað ikki, so fær Stefan Løfven úr Javnaðarflokkinum møguleikan. Hann hevur stjórnað Svøríki seinastu fýra árini saman við Umhvørvisflokkinum, men báðir flokkarnir mistu nógvar atkvøður við seinasta valið, og hóast Vinstriflokkurin fer upp í samstarvið, so hava flokkarnir ikki meiriluta. Løfven hevur longu rætt hondina til borgarligu flokkarnar, Liberala Flokkin og Centerflokkin, men báðir flokkarnir søgdu í valstríðnum, at teirra fremsta mál var at fáa Javnaðarflokkin frá valdinum. Ein møguleiki, sum verður nevndur, er, at Stefan Løfven letur forsætisráðharrasessin til forkvinnuna í Centerflokkinum, Annie Løøf, men tað verður mett sum ein næstan ómøgulig avgerð. Formaðurin í Vinstraflokkinum hevur eisini sagt, at flokkurin ikki fer at atkvøða fyri einari stjórn, sum flokkurin ikki er partur av. Politiskir eygleiðarar í Svøríki siga seg kunna hóma eina minnilutastjórn ímillum Moderatarna og Kristiliga Fólkaflokkin, men støðan hjá eini slíkari stjórn verður veik. Teir hava so fyri neyðini at fáa stuðul frá Svøríkisdemokratunum. Í Svøríki rokna fólk við, at stjórn verður skipað eftir eitt val, og tí kann ein neyðloysn vera, at Javnaðarflokkurin og Moderatarnar finna saman av neyð, og leita sær so stuðul bæði á vinstra og høgraveinginum. Formaðurin í Ríkisdegnum hevur havt fund við floksformenninar, men hann vil enn einki siga um, hvønn hann fer at mæla til at skipa stjórn. Hann skal hitta floksformenninar aftur týsdagin. Grønlendski landsstýrisformaðurin, Kim Kielsen, sigur seg fara at umhugsa støðuna, eftir at hann fríggjadagin ikki kom á mál við at skipa nýtt landsstýri. Hann umhugsar nú, um hann skal halda fram við einum minnilutalandsstýri. Eftir samráðingar fríggjadagin, staðfesti Kim Kielsen, at hann hevur møguleikar at halda fram í eini minnilutastjórn saman við Demokratunum, Attasut, Nunatta Qitornai og Siumut. Men tað er ikki ein loysn, sum hann tekur undir við alt fyri eitt. Vit kunnu halda fram við eini minnilutastjórn, men tað eru fleiri viðurskifti, sum hugsast mugu um, segði Kim Kielsen. Hann metti eisini, at tað verður ein stór avbjóðing at sita sum leiðari fyri eina minnilutastjórn. Eg eri vanur at nýta alla mína tíð í politikki, og nú útlit eru til eina minnilutastjórn, verður arbeiðið nógv meir, og tí má eg hugsa um støðuna, sigur Kim Kielsen. Krøvini frá flokkinum eru ikki stór, men neyðugt verður at finna loysnir, sum allir flokkarnir kunnu góðtaka, sigur landsstýrisformaðurin. Kim Kielsen kann leggja frá sær sum landsstýrisformaður, og lata onkran annan royna at skipa landsstýri. Men tað verður ikki gjørt, gjørdi Kim Kielsen greitt. NATO hevur bjóðað Makedónia at gerast limur í verjusamgonguni við teirri treyt, at fólkið í landinum góðtekur at kalla landið Lýðveldið Norðurmakedónia. Grikkaland gongur ikki við til, at Makedónia annars fær limaskap við núverandi navninum. Grikkaland og Makedonia hava í fleiri ár verið ósamd um navnið Makedonia, ið Grikkaland sigur hoyrir til eitt øki í norður Grikkalandi. Í juni skrivaðu makedonski og grikski uttanríkisráðharrarnir undir avtalu, sum ásetti, at Makedónia skuldi eita Lýðveldið Norðurmakedónia. Avtalan innibar eisini, at fólkaatkvøða skuldi vera um málið. Men fólkaatkvøðan í dag er ikki einasti liður í navnabroytingini. Er meiriluti fyri broytingini, so skulu tveir triðingar av makedonska parlamentinum samtykkja broytingina í grundlógini og tað krevur stuðul frá andstøðuni. Eitt nú ætlar forsetin í Makedonia, Gjorge Ivanon, at berjast móti navnabroytingini. Harumframt hava fleiri mótmælistiltøk sett spurnartekin við, um valluttøkan verður yvir tey 50 prosentini, sum krevst, skal fólkaatkvøðan verða galdandi. Eitt fleirital av parlamentslimunum siga seg taka undir við navnabroytingini, um úrslitið av valinum verður, at meira enn helmingurin av atkvøðunum eru fyri navnabroytingini, skrivar Reuters. Skuldi Makedónia blivið limur í NATO, eru tað einans Serbia og serbiski parturin av Bosnia av londunum á Balkan, ið ikki eru limir í NATO. Tað verða helst bæði drúgvar og torførar samráðingar ímillum londini, sum hava áhuga í makrelinum, tá samráðingarnar verða í London hálvan oktober. ICES hevur mælt til, at bert 330.000 tons av makreli verða fiskað næsta ár, og verður tað veruleikin, so verður munandi minni at fiska hjá øllum londunum. Høgni Hoydal, landsstýrismaður sigur, at væntandi var, at tilmælið frá ICES fór at mæla til minni veiðu, men ikki so lítla veiðu, sum talan nú er um. Hann roknar við, at strandarlondini fara at áseta hægri veiðu, enn ICES mælir til. Tað er neyvan realistiskt, at tað verður hetta talið, so tær samráðingar, sum eru fyri framman, koma at avgera, hvør hægst loyvda veiðan verður, sigur fiskimálaráðharrin og leggur afturat, at Føroyar fer at vera í tøttum samráðingum við hini strandarlondini. Makrelavtalan gongur út í ár, og tí skal eisini samráðast um, hvør mannagondin verður komandi ár. Makrelavtalan varð gjørd í 2013 við ES og Norra, og har fingu Føroyar 12,6 . Meðan Føroyar, ES og Norra hava havt eina makrelavtalu, so hava summi lond ásett sínar egnu kvotur undanfarnu árini, og tað er heldur ikki gott fyri stovnin, sigur Høgni Hoydal. Vit fara at verja okkara egnu áhugamál, og so fara vit sjálvandi at royna at fáa eina meira lagaliga skipan og fáa eina semju við hini strandarlondini, sigur Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri. Tilmælið um svartkjaft lækkaði nakað, men er framvegis 1,1 milliónir tons. ICES fer eftir ætlan at koma við tilmælinum um sildina 22. oktober. Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur biðið samveldisløgregluna kanna ákærurnar móti dómarinum Brett Kavanaugh, eftir at fleiri kvinnur hava ákært dómaran fyri at hava framt kynslig misbrot móti sær. Tað skrivar BBC. Kavanaugh er skotin upp at taka sæti í amerikanska hægsta rættinum, ið telur níggju dómarar, sum allir kunnu sita restina av lívinum. Tað er rættarnevndin í senatinum, sum skal taka støðu til, um Kavanaugh tekur sæti í hægsti rætti. Um so er, at Kavanaugh verður góðkendur, verður republikanskt fleirtal í hægsta rætti, sum leingi hevur havt eitt demokratiskt fleirtal. Jeff Flake, sum er limur í rættarnevndini, hevur eftir ákærurnar tikið stuðulin til Kavanaugh aftur og kravt, at ein kanning skal verða framd, áðrenn nevndin góðkennir Kavanaugh. Sambært BBC hevur Donald Trump givið samveldisløgregluni eina viku at kanna málið, og eftir hetta skal rættarnevndin avgera, um Kavanaugh tekur sæti í hægsta rætti. Suðringar eru í øðini um, at Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur lagt seg út í ætlanina hjá Henriki Old, landsstýrismanni, um at fara undir at bora tunnil til Famjíns. Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, vil hava, at farið verður undir at gera ein Fámjinstunnil fyrst. Síðani kann arbeiði at gera ein tunnil til Dals byrja. Men løgmaður og landsstýri vilja tað øðrvísi. Landsstýrið hevur samtykt, at Dalstunnilin skuldi vera nummar eitt í raðfestingini og Fámjinstunnlin nummar tvey. Løgmaður sigur, at tann raðfestingin er framvegis galdandi. Felagið sigur, at Suðuroyggin, eins og Famjín, er fyri hóttafalli. Arbeiðsloysið er nógv tað hægsta í landinum, fólkatalið gongur støðugt skeiva vegin, tað gerast alsamt fleiri eldri fólk, samstundis sum talið av yngri fólki minkar, og ferðin, sum er á búskaipinum í landinum, sæst ikki aftur í Suðuroy. Tí tekur Suðuroyar Tjóðveldisfelag undir við javnaðarfeløgunum í Suðri, og um samgongan ikki maktar at standa saman um ætlanina, so eiga suðringar at standa saman sum ein eind og vísa sína styrki. Suðuroyar Tjóðveldisfelag gevur Henriki Old, landsstýrismanni, fullan stuðul í ætlanini um Famjínstunnilin. Felagið skrivar, at allar fortreytir eru fyri, at hetta skal eyðnast, men hóast tað, skal tunnilin til Fámjins steðgast ella útsetast. Og við hesum úrslitinum verður farleiðin til Fámjins trýst longur út í óvissuna og lívið í bygdini tað sama. Hesi umboðini í samgonguni, sum ikki vilja gera tað rætta, mugu svara fyri seg sjálvi, men eitt er so púra sikkurt hjá okkum veljarum hetta kemur at síggjast aftur á Løgtingsvalinum. Bæði javnaðarfeløgini í suðuroynni, Suðuroyar sunnara og Suðuroyar norðrara javnaðarfelag, siga seg stuðla ætlanini hjá Henriki Old um Famjínstunnilin, og at arbeiðið byrjar alt fyri eitt. Og feløgini heita á síni løgtingsumboð um at finna eina loysn til frama fyri fámjiningar og suðuroyingar allar, skriva javnaðarfeløgini í Suðri. Hon skrivar, at ein máti at loyst trupulleikan hevði verið at játtað meira pening til tunnilstoymið, so báðar verkætlanirnar kunnu gerast fyrr, enn ætlað. Ber tað ikki til, sigi eg sum landsstýrismaðurin. Famjin fyrst, skrivar Sirið Stenberg. Í uppskotinum til fíggjarlóg, sum varð lagt fram fríggjadagin, eru eingir pengar settir av til tunnil til Famjíns. Hinvegin eru 7 milliónir krónur settar av til tunnil til Dals. Nevndin avgjørdi á staðnum, at tunnilsarbeiðið kann byrja. Hetta eru kortini tíðindi, sum enn ikki eru váttað av Yvirfriðingarnevndini. Og so er komið fram, at fleiri tingfólk, sum hava tilknýti til Suðuroynna, fara at leggja uppskot um eina verklagslóg fyri løgtingið, sum skal slóða fyri, at farast kann undir at gera tunnil til Famjíns. Hann sigur, at tað eru teir tríggir formenninir í samgonguflokkunum, sum viðgera málið, og at hann einki meir hevur fingið at vita. Hevði Marine Harvest fingið eitt aliloyvi afturat, so høvdu umstøðurnar hjá felagnum verið munandi betri, og meir arbeiði hevði verið til fólkini, sum herfyri byrjaðu at arbeiða á nýggja virkinum á Strondum. Felagið hevur trý aliloyvi, og tí kunnu starvsfólkini rokna við, at tey av og á mugu til hús, tí nóg mikið er ikki av laksi at hagreiða, sigur Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í Marine Harvest. Tað eru tíðarskeið á árinum, har vit ikki hava fisk. Í løtuni hava vit trý aliloyvir, og tá vit nýta øll til fulnar, so verða tað øgiliga stuttir steðgir, sigur Hans Jákup Mikkelsen. Tað er tí, at vit hava ov fá øki. Tað hevði verið skilagott, um vit høvdu eitt aliloyvi afturat. Tí høvdu vit havt fýra aliloyvi, so koyrdi virkið hvønn, og arbeiðsplássini høvdu verið meira trygg, sigur stjórin í Marine Harvest. Nú felagið fyri fyrstu ferð hevur sítt egna virki, hevur felagið valt at broyta navnið á teirra vøru til Rinka. Navnið kemur frá Rinkusteinum í Oyndarfirði, har fyritøkan hevur nógv virksemi. NSÍ 07 Vestur 7 1 4 0 08 minuttir. 1 0 Fróði Benjaminsen 22 minuttir. 2 0 Petur Knudsen 25 minuttir. 3 0 Jann Benjaminsen 26 minuttir. 4 0 Einar Tróndargjógv 59 minuttir. 4 1 Sonny Jakobsen br. 61 minuttir. 5 1 Einar Tróndargjógv 71 minuttir. 6 1 Klæmint Olsen 79 minuttir. 7 1 Pætur Skipanes Hetta er ein sonn søga um, hvussu fýra djørv og gløgg børn bjarga sær sjálvum og abba sínum á rannsóknarferð til Fjallið við teimum trimum hellunum. Ein rannsóknarferð, sum var um at enda í einari vanlukku. Per Olov Enquist skrivaði og Hugin Eide týddi til føroyskt. Elin á R gvi lesur og leggur til rættis. Pauli Magnussen setti saman. Hilda B. Mortensen er vertur. Hópurin til dystirnar móti Aserbadjan og Kosovo 11. og 14.oktober á Tórsvølli Gunnar Nielsen FH Teitur M. Gestsson HB Kristian Joensen KÍ Atli Gregersen Víkingur Sonni Ragnar Nattestad AC Horsens Odmar Færø B36 Viljormur Davidsen Vejle Jógvan Rói Davidsen HB Alex Mellemgaard B36 Heini Vatnsdal Fremad Amager Gunnar Vatnhamar Víkingur Magnus Egilsson HB Kaj Leo í Bartalsstovu ÍBV Gill R. Sørensen Brann Rene S. Joensen Grindavík Tróndur Jensen HB Pól Johannus Justinussen NSÍ Hallur Hansson AC Horsens Brandur H. Olsen FH Rógvi Baldvinsson Bryne Finnur Justinussen Næstved Jóan Símun Edmundsson Arminia Bielefeld Klæmint A. Olsen NSÍ Millum annað hoyra vit brot úr innslagi, sum varð tikið upp í sambandi við 70 ára føðingardagin hjá Kim Larsen, har føroyski listamaðurin, Amariel Norðoy, sum kendi Kim Larsen sera væl, spælir gamlar upptøkur frá 1988 av sangum, sum ongantíð eru útgivnir. Morgunsendingin skiftir orð við Hans David Hansen, varasløkkiliðsstjóra, og Bjarka Kristiansen og Annfinn Reinert, ið báðir byrjaðu í sløkkiliðnum í 1960unum. Teir hugleiða um tær stóru broytingar, ið eru hendar hesi árini. Henrik Old, landsstýrismaður, hevur í dag í skrivi til Aksel V. Johannesen, løgmann, biðið um at verða loystur úr embætinum sum landsstýrismaður. Eg má ásanna, at eg havi ikki politiska undirtøku fyri at gera tunnilin til Fámjins, sum er klárur at fara í holt við, og tí havi eg í dag biðið løgmann um at loysa meg úr embætinum. Hoyr sendingina her Við í sendingini eru, Høgni Hoydal, Amariel Norðoy, Fróði Vestergaard, Urd Johannesen, Jóan Pauli Helgason, Annfinn Reinert, Hans David Hansen og Bjarki Kristiansen Kommunan skrivar, at trupult er at finna tøkar parkeringsbásar í handilsgøtunum í miðbýnum í Havn leygarmorgnar, og tí verða nú parkeringsbásarnir við tíðaravmarkingini 30 minuttir eisini galdandi leygardag frá klokkan 10 til 14. Í sambandi við 20 ára dagin hjá Ælaboganum í gjár, endursenda vit sendingina Mennandi tónar , sum er frá 2003. 22 ára gamli Jimmy Nielsen úr Klaksvík ferðast trúliga hvønn hósdag til Havnar at venja við Ælaboganum, sum er orkestrið hjá teimum menningartarnaðu. Jimmy er trummusláari. Ein klaksvíkingur í Havn, Jákup Hansen, hevur altíð havt stóran áhuga fyri horntónleiki. Í Ælaboganum spælir Jákup horn. Og Malan Mortensen, sum er uppvaksin í Vestmanna og á Tvøroyri, spælir kornet í orkestrinum. Sjónvarp Føroya hevur gjørt eina dokumentarsending við hesum trimum. Orkestrið Ælabogin hevur havt stóran týdning fyri tey menningartarnaðu í Føroyum. Tað varð stovnað í 1998 og er síðani nógv vaksið. Mennandi tónar eitur dokumentarsendingin, sum teir báðir Bjarni Árting Rubeksen og Tórður Mikkelsen hava gjørt. Foto og klipt Bjarni Árting Rubeksen. Lagt til rættis Tórður Mikkelsen og Bjarni Árting Rubeksen. Í gjøgnum øldir hava føroyingar brúkt gomlu varðagøturnar sum farleiðir. Túrarnir millum bygdir í Føroyum hava mangan kenst baldrutir, og nógvar søgur eru tengdar at gomlu varðagøtunum. Í tveimum sendingum fara vit at ganga eftir einari av elstu og kendastu bygdagøtunum í landinum. Saman við Óla Berg, Even Skaalum og Levi Niclasen ganga vit eftir varðagøtuni úr Hvalba upp á Tvøroyri. Lagt til rættis Zacharias Hammer. Túrurin í dag er á Føroya Fólkaháskúla í Havn, har Annfinnur Heinesen, skúlastjóri, næmingar og aðrir lærarar greiða frá. Vitjað verður eisini í Føgrulíð í Borðoy, har undangongumenninir Símun av Skarði og Rasmus Rasmussen reistu háskúlan. Saman við okkum eru Turið Sigurðardóttir, abbadóttir Símun av Skarði, Guðrun Gaard, abbadóttir Rasmus Rasmussen, og leirvíkingurin Fríðfinnur Johnsson, ið hevur verið lærari á Føroya Fólkaháskúla. Í Haraldssundi kemur 92 ára gamla Hildibjørt Mortensen at vitja 91 ára gomlu Áslu Heinesen. Tær vóru saman á háskúalnum í 1944. Tær hava nógv góð minnir frá háskúlatíðini. Harafturat greiðir 95 ára gamli Thomas Lenvig frá tíðini hjá Háskúlanum í Klaksvík og í Føgrulíð. Hann hevur skrivað um hendan partin av háskúlasøguni í minningarriti. Thomas sigur, at Háskúlin gjørdi at føroyskt sum lærugrein kom út í skúlarnar kring landið, tí nógvir av teimum, ið seinni fóru á læraraskúla og at undirvísa í føroyskum, høvdu havt føroyskt á Føroya Fólkaháskúla. Ítróttar tíðindamaðurin hjá týska blaðnum Der Spiegel, Christoph Winterbach, kendi seg í gjár noyddan at svara portugisiska fótbóltsspælararnum, Cristiano Ronaldo, aftur á Twitter. Hendingin skal verða farin fram eina náttina í junimánað í 2009 í Las Vegas. Í greinini verður Ronaldo lagdur undir at hava neyðtikið Kathryn Mayorga, og at hann nakrar mánaðir seinni rindaði henni 375 túsund dollarar, tað eru góðar 2,4 miljónir krónur, fyri at halda tað sum hendi loyniligt. Á instagramsíðu síni skrivaði Ronaldo ígjár, at tíðindini í Der Spiegel einki annað endamál hava enn at verða skipað herferð móti sær og at tíðindini eru ósonn. Á Twitter skrivar Wintebach, ítróttar tíðindamaður, at Der Spiegel hevur hundraðtals skjøl frá nógvum keldum. Skjølini fevna um teldupostar, løgreglufrágreiðingar og lækna frágreiðingar frá 2009. Á Twitter kunngerð Winterbach eisini part av avtaluni millum Ronaldo og Mayorga, sum er dagførd 12. januar 2010, og har Ronaldo hevur skrivað undir. Winterbach sigur, at Der Spiegel almannakunngerð eingi tíðindi uttan at tey eru kannað til botns, og at óheftir partar sleppa at kanna, um keldurnar halda og eru rættar. Landsstýrismaðurin skal fylgja tí meiriluta, sum er í samgonguni. Og tá samgongumeirilutin vil hava tunnilsliðið hjá Henriki Old at seta borin í Dalstunnilin fyrst so skal Henrik Old gera tað. Tað sigur Aksel V. Johannesen, nú Henrik Old í dag legði frá sær sambært fyrrverandi landsstýrismanninum tí onnur enn hann skulu gera av, hvat hendir á málsøkinum hjá sær. Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, segði við in.fo leygardagin, at lógaruppskot um at gera Fámjins tunnilin beinanvegin verður borið í tingið fyrsta dagin. Hóast meirilutin av samgonguni ynskir at gera Dalstunnilin áðrenn Fámjinstunnilin, so er samgongan ikki samd um tað, váttar Aksel V. Johannesen. Tá ásannar løgmaður, at andstøðuuppskotið um Fámjinstunnilin kann gera enda á samgonguni, um samgongulimir fara at atkvøða fyri tí. Samstundis sum Henrik Old í dag leggur frá sær, tí hann ikki fær loyvi at bora Fámjinstunnilin fyrst, so sigur løgmaður í tíðindaskrivi seinnapartin, at samgongan er sinnað at kanna møguleikan fyri at hækka játtanina soleiðis, at tunnilin til Dals kann borast skjótt, og harvið verður skjótari at koma til Fámjinstunnilin Samgongan hevur annars júst lagt fram fíggjarlógaruppskotið fyri 2019, og har eru sjey milliónir krónur játtaðar til tunnilstoymið næsta ár. Sambært løgmanni verður nýggjur landsstýrismaður í samferðslumálum settur innan nakrar vikur . Til ta tíð umsitur løgmaður sjálvur málsøkið. Hoyr samrøðu við Aksel V. Johannesen við at trýsta á pílin undir myndini. Tá landsstýrismaðurin hevur ábyrgd av einum øki, er tað sjálvsagt, at hann eisini sleppur at raðfesta hvussu arbeiðið skal skipast. So avgjørdur er Henrik Old, sum í dag hevur lagt frá sær sum landsstýrismaður í samferðslumálum. Henrik Old kendi seg tiknan av ræði í málinum um, hvønn tunnil tunnilstoymið hjá Landsverki skal gera fyrst, og tí avgjørdi hann at leggja frá sær sum landsstýrismaður í samferðslumálum. Georg L. Petersen, sum var gestur í sjónvarpsstovuni, væntar ikki, at tað fær nakrar avleiðingar fyri samgonguna, at Henrik Old er farin úr landsstýrinum, men hann er onkursvegna vorðin ein pínslarváttur, heldur blaðstjórin á Dimmalætting FabLab hevur eisini ein teldustýran fresara, og eitt nú vóru væl umtóktu eplakassarnir á Eplafestivalinum heima á Sandi leygardagin eitt gott dømi um, hvat hesin fresarin kann brúkast til. Í sambandi við, at FabLab á Kambsdali fekk heiðurin Ársins átak , er verkstaðið opið fyri almeninginum allar dagar hesa vikuna frá klokkan 13 til 18. Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, sum var gestur í Degi og Viku, sigur, at hon hevur einki ímóti at útgreina tølini nærri í búskaparfrágreiðingini. Morgunsendingin hevur verið á vitjan í Húsinum í Klaksvík, og har hittu vit Bjørg Østerø, Kertin Nysted og Tanju Bogdanovic, sum tosa um hetta at vera kedd, og hvønn tær fara til, tá so er. Javnstøðunevndin í Føroyum hevur lagt fimm góð ráð, sum serliga venda sær til pápar, sum vilja hava børnini hjá sær at tosa við seg um trupulleikar. Ráðini liggja bæði á facebookvanganum hjá nevndini og á heimasíðu teirra. Svensk kanning staðfestir, at børn og ung í millum 8 og 14 ár nógv heldur fara til mammu sína enn pápan at tosa, tá eitthvørt nívir tey. Hetta kennir Erling Fles, sálarfrøðingur, aftur, tá hann samanber við rákið, sum hann sær í sínum egna viðtaluhøli. Hann heldur, at ein orsøk kann vera, at mammur frá gamlari tíð oftari vóru heima og um børnini, og at tær eisini hava tað meira nátúrliga í sær at leggja oyra til tos um trupulleikar. Tað snýr seg um at tora at lata standa til og at lata barnið ella tann ungan bara vera í støðuni, heldur enn at loysa avbjóðingarnarn. Og man skal eisini tora at seta truplar spurningar, sigur Erling Fles. Morgunsendingin hevur verið á vitjan í Húsinum í Klaksvík, har Bjørg Østerø, Kertin Nysted og Tanja Bogdanovic greiða frá, hvussu tær gera, tá eitthvørt nívir. Eitt svenskt barnablað hevur gjørt eina kanning millum børn og ung í aldrinum 8 til 14 ár, har tey verða spurd, hvønn tey fara til, tá tey eru kedd. Hetta hevur fingið føroysku Javnstøðunevndina at gera nakað burtur úr evninum, og millum annað hava tey lagt út fimm góð ráð til vaksin, um tey vilja hava, at barnið ella tann ungi tosar við seg um avbjóðingar. Løntakaratalið í byggivinnuni er nú um 2.300 fólk, og hetta er eini 100 fleiri enn miðskeiðis í 2008, tá ið sera nógv virksemi eisini var í byggivinnuni. Sambært konjunkturbarometrinum, sum Hagstovan ger, siga næstan allar byggifyritøkurnar, at trot á arbeiðsmegi er størsta avmarkingin fyri at vaksa enn meira um framleiðsluna. Byggivinnan innflytir arbeiðsmegi fyri at hava møguleika at nøkta eftirspurningin og fyri ikki at missa marknaðarpartar, stendur í Búskaparfrágreiðingini, sum varð løgd fram saman við fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár. Í morgunsendingini gevur gartnarin, Haraldur Símunarson Hansen, góð ráð til teirra, ið vilja gera urtagarðin kláran til vetur, vind og kulda. Bruttoskuldin hjá føroyskum húsarhaldum kann metast til umleið 55 prosent av brottotjóðarúrtøkuni. Bruttoskuldin hjá húsarhaldum í Danmark og Noregi er til samanberingar væl omanfyri 100 prosent av BTÚ, og skuldin hjá húsarhaldum í Íslandi er 75 80 prosent av BTÚ, stendur í frágreiðingini. Út frá hesum heldur Fíggjarmálaráðið, at framgongdin í búskapinum síðstu árini helst hevur verið haldfør, og at hon hevur verið grundað á vaksandi framleiðslu og vaksandi inntøkur, heldur enn at vera lánifíggjað framgongd. Tað var eitt spæl at fletta teir 35 veðrarnar. Flett var í Innistovugarðinum, og umstøðurnar eru av tí besta, sigur Hans Petur Nolsøe. Veðrarnir vórðu savnaðir saman á morgni og seinni var farið undir at fletta. Har var nógv reyp, og serliga tann eini, sum visti, at hann átti størstu veðrarnar, reypaði dúgliga, sigur Hans Petur Nolsøe skemtandi. Hoyr sendinga her Við í sendingini eru Bjørg Østerø, Kertin Nysted, Tanja Bogdanovic, Hans Petur Nolsøe, Erling Fles, Ólavur Ellefsen, Haraldur S. Hansen og Hanna Jensen. Áralanga trætan millum Klaksvíkar Kommunu og Fíggjarmálaráðið tykist nú vera av. Ósemjan er ein gomul, roknskaparteknisk træta millum Klaksvíkar Kommunu og Fíggjarmálaráðið um, hvørt íløgur í tveir stovnar til eldri skulu útreiðsluførast í roknskapinum hjá kommununi ella hjá Norðoya Bú og Heimatænastu. Fíggjarmálaráðið vil ikki góðtaka, at íløgur fyri umleið 17 milliónir krónur eru bókaðar í roknskapinum hjá eldrasamstarvinum. Ráðið krevur, at Klaksvíkar Kommuna hevur hesar íløgur við í sínum roknskapi. Tað vil kommunan ikki, tí tað er Norðoya Bú og Heimatænasta, sum hevur tikið lánið og eigur bygningarnar. Málið er prinsipielt fyri báðar partar, og hevur vart í fleiri ár. Ein avleiðing av trætuni er, at Fíggjarmálaráðið hevur hildið aftur umleið 54 milliónir krónur, sum annars skuldu verið brúktar til tey eldru í Norðoyggjum. Men nú bakkar Klaksvíkar Kommuna. Í fráboðan til Fíggjarmálaráðið fyrrapartin sigur kommunan, at býráðið hevur samtykt at broyta kommunalu roknskapirnar, soleiðis sum Fíggjarmálaráðið krevur. Og tí roknar kommunan við at fáa afturhildnu pengarnar útgoldnar beinanvegin. Í sama viðfangi sigur kommunan, at tað verður gjørt undir protest. Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík sigur seg vera alt annað enn nøgdan við støðuna. Hann leggur Fíggjarmálaráðið undir at misnýta sítt vald, tá aðalráðið heldur aftur pengar til eldraøkið í Norðoyggjum. Higartil hevur kommunan klárað at gjalda útreiðslurnar sjálv, men tað hevur gingið hart út yvir gjaldførið hjá kommununi. Hoyr samrøðu við Jógvan Skorheim við at trýsta á pílin undir myndini. Tilflyting, ymiskleiki og margfeldi er yvirskriftin á hesum TemaTýsdegi, har vit fyrst hitta Siri Helgadóttir Tórgarð, ið samskipar Diversity Week í Tórshavnar kommunu. Vit fregnast um endamálið og skránna. Toni Hansen er tilflytari og gift føroyingi. Vit spyrja hana eitt nú hví tað er umráðandi at arbeiða við integratión. Hvussu kennist tað at flyta úr útheiminum til Føroya og í hvønn mun eru Føroyar brynjaðar til innflytarar Hesar og aðrar spurningar umrøða vit saman við Janet Gleðisheygg og Kalpana Viljayavarathan. Hvønn týdning hevur málið fyri tilflytarar er millum spurningarnar, ið vit seta Karolinu Matras, námslektara í sálarfrøði og mál og lesimenning, tá hon kemur á gátt miðskeiðis í sendingini. Hvussu er at vaksa upp í Føroyum, tá tú hevur fleirmentanarligan uppruna Hesin er ein av spurningunum, ið vit seta Jasmin Mote og Sólveig á Torvlaðnum, ið báðar hava útlendskar pápar. Eisini fara vit á eina sera forvitnisliga og viðkomandi myndaframsýning, har vit hitta Sally Hentze, sum hevur tikið myndir og gjørt samrøður við tilflytarar í Føroyum. Og tónleikurin, ið spældur verður í sendingini, er av Fílabeinsstrondini, úr Onglandi, Senegal, Føroyum og Libanon. Tú kanst hoyra sendingina her Danska bannið verður eisini galdandi í Føroyum, sigur ein bilseljari, tí føroyski bilmarknaðurin er so tætt knýttur at danska marknaðinum. Annika Olsen, borgarstjóri, sigur, at avgerðin um at broyta byggisamtyktina fyri matrikulin við Sundsvegin fer ikki at skapa fordømi. Bestu súkklararnir í býarkoyring, einkultstarti og landavegsúkkling skulu finnast, og hetta eru somu kappingar, sum kappast verður í á Oyggjaleikum. Kappast verður í døgunum frá 4. til 6. oktober. Hóskvøldið verður kappast í býarkoyring, og kappast verður í hjartanum av Havnini. Friggjadagin verður kappast í einkultstarti, har málið er á Sornfelli, og leygarmorgun verður kappast í landavegsúkkling. Her er startur og mál við bilasøluna hjá Wenzel. Herfyri hoyrdu vit klummu í útvarpinum, har viðkomandi nærmast reypaði um, hvussu eldri menn hyggja eftir yngri kvinnum, tí teir biologiskt eru førir fyri at gera tær við barn. Tað tykist ikki sum, at menn gera sær far um, hvat tær ungu kvinnurnar hugsa um teir. Har ganga teir allir og kenna seg sum ein Sean Connery, meðan tær ungu damurnar hugsa gamli stoddari . Tað nyttar í øllum førum lítið at hava lítlar raskar sáðkynkur svimjandi, um hesar als ikki koma nær námind einum eggi, tær kunnu gita Stovan er tann einasta av sínum slagi í landinum, og í løtuni eru trý børn, ið brúka tilboðið. Fýra starvsfólk eru á stovuni, tveir námsfrøðingar, eitt hjálparfólk og ein sjúkrarøktarfrøðingur. Hóast stovan bert hevur verið til í ein mánað, hevur tilboðið longu gjørt stóran mun, halda tey bæði Steinbjørn V. Olsen, leiðari á stovninum, og Marta Sigurstein, sjúkrarøktarfrøðingur. Tað eru nógv, ið flyta til Føroya, sum halda tað vera eina avbjóðing, um tey ikki hava eina familju frammanundan. Tí familjubondini eru ógvuliga tøtt heruppi. Tað kann vera eitt lyndi til, at føroyingar lukka seg um hvønn annan. Tað er lættari, tá tú kemur við einum maka ella hjúnafelaga og harvið fært atgongd til eitt netverk av familju og vinum. Millum annað hetta sigur Sally Hentze í hesi samrøðuni. Hon hevur tikið myndir av ymsum tilflytarum úr øllum heiminum, og hon hevur prátað við teir um tað at flyta til Føroya, tá tú kemur við einari aðrari mentan. Hon sýnir í hesum døgum fram myndirnar saman við samrøðunum. Mynda og søguframsýningin er at síggja á Torginum í SMS í sambandi við Diversity Week. Eitt sum gongur aftur er, at vit tosa nógv um integratión. Vit skulu kanska duga betur at tosa um integratión og inklusión. Integratión leggur upp til, at tað er tilflytarin, sum bara skal gera okkurt. Tilflytarar halda at tað kundi verið gott, um áhugin gekk báðar vegir. At vit vóru eitt sindur betri til at lata nýggju mentanum inn, sigur Sally Hentze. Hoyr alla samrøðuna her, har hon eisini umrøður fleiri av teimum, sum eru við í framsýningini. Svenskur tónleikur er í heimsflokki, og saman við Knút Háberg Eysturstein, tónleikafrøðingi, og einari ørgrinnu av musikbitum, útgreina vit svenska tónleikin farnu 120 árini ella so. Tú kanst hoyra áhugaverdu og spennandi frásøgnina her Í hesari frásøgnini um nýggju ráðhúsini í Eysturkommunu, sigur borgarstjórin Jóhan Christiansen okkum eitt nú hví Eysturkommunu valdi at byggja ein bygning á høgum arkitektoniskum støði. Eisini hitta vit arkitektin, ið hevur teknað bygningin, Ósbjørn Jacobsen, sum vit eitt nú spyrja hvat hann hevur lagt seg eftir, tá bygningurin varð teknaður. Og saman við Alberti Isfeld, arkitekti, ummæla vit eisini nýggju ráðhúsini, sum harumframt eisini kunnu nýtast til mentanarlig tiltøk av ymiskum slag. Vit hitta eisini Honnu Jensen, ið er býráðslimur og franskur konsul, tí júst henda dagin vitjað varð í Norðragøtu, var skipað fyri konsert við einari franskari jazztrio. Tú kanst hoyra frásøgnina her Uppskotið loyvir landsstýrismanninum í samferðslumálum at skipa fyri, at nýggjur tunnil við tilhoyrandi vegum verður gjørdur úr Øðravík til Fámjins. Talan er um politiskt stríðsmál, sum fyrradagin kostaði Henriki Old sessin sum landsstýrismaður, tí løgmaður og hansara partur av samgonguni vilja hava Fámjinstunnilin at bíða, til tunnil til Dals er boraður. Umframt Kristin Michelsen, eru Jenis av Rana, Bill Justinussen, Jacob Vestergaard, Kári P. Højgaard, Magni Laksáfoss og Kaj Leo Holm Johannesen uppskotsstillaðar. Aksel V. Johannesen, løgmaður gjørdi annars púra greitt fyrradagin, at ganga samgongutinglimir egna leið og samtykkja uppskot við andstøðuni, sum kosta pengar, ja, so er eingin samgonga meira. Hvis tað er soleiðis, at andstøðuuppskot verða samtykt uttanum samgonguna, sum hava stóran týdning og kosta nógvar pengar, so hava vit sjálvandi ikki eina samgongu meira, og tí ber ikki til at halda fram, soleiðis sum man hevur gjørt higartil. Um eina slaka viku verður Klingran ramma um eina portrettkonsert við Sunleifi Rasmussen, sum um heimin, er vorðin eitt viðurkent og nógv umbiðið tónaskald. Vit tosa við Sunleif, samstundis sum vit eisini hitta Jón Festirstein og Hans Paula Tórgarð. Eisini hava vit verið á fernisering hjá Øssur Mohr á Gamla Seglhúsinum í Klaksvík. Fyri viku síðani vóru 100 ár liðin síðani Mourits Mohr varð borin í heim. Vit fara at fregnast um skaldið og mentamannin, tá vit tosa við Mourits Mohr Joensen um ein tíma ella so. Og í Klassiska horninum verður tað danski bólkurin Gasolin, ið setur dagsskránna. Tú kanst hoyra sendingina her Mong hildu Mikines vera eitt flogvit. Hann hevði gávur at gerast rithøvundur ella tónleikari, men hann gjørdist myndlistamaður. Og hann var errin av sínu støðu sum tann fyrsti professionelli og størsti málarin, ið Føroyar høvdu fostrað. Hann málaði angistina, sorgina og saknin, sum føroyingar kendu í fyrru helvt av 20 øld. Málningarnir gjørdust partur av føroyska samleikanum. Hóast listarliga undangongu, so var Mikines í long tíðarskeið illa darvaður av sjúku. Hann var ringur av psoriasis, og húðin datt við jøvnum millumbilum av honum. Hartil hevði hann eitt trupult sinni, sum at enda fekk bilbugt við hann. Fyrri partur er um tíðarskeiðið fram til 1945, tá Mikines eftir kríggið flytur aftur til Føroyar. Tað er nógv uppi í tíðini, at kvinnur skulu vera glaðar fyri tann kroppin, tær nú einaferð hava. Eisini hóast kroppurin ber brá av at kvinnan hevur verið við barn kanska í fleiri umførum. Eitt nú eru tað fleiri kvinnur serliga í londunum rundan um okkum men eisini í Føroyum, sum við myndum og teksti á netinum varpa ljós á, hvussu ein natúrligur mammukroppur sær út. Hóast tað, so valdi 26 ára gamla Eline Hammer úr havn fyri minni enn trimum mánaðum síðani at fáa fleiri skurðviðgerðir, soleiðis at hon fekk tann kroppin aftur, sum hon hevði, áðrenn hon fekk tvey børn. Skurðviðgerðirnar eru súmbol upp á eina nýggja byrjan. Eftir at eg og maðurin vóru farin hvør til sítt, fór eg undir at venja miðvíst og eta sunt, og tað gekk eisini væl, tí eg lætnaði eini 30 kilo, greiðir Eline Hammer frá og heldur fram Men búkurin var ov leystur og stórur, og bróstini vóru so at siga púra tóm. Alt hetta órógvaði og var irriterandi, tá eg skuldi venja, sigur Eline Hammer. Í morgunsendingini greiddi Eline Hammer frá, hvussu skurðviðgerðirnar í Litava fóru fram, og hvønn týdning tær hava havt fyri hana. Lurtarin skrivar soleiðis Eg hoyri viðhvørt, serliga í samband við ítróttafrásagnir, at fólk siga til dømis HB taptu, HB runnu, HB stóðu og Føroyar vann. Men nær tosa vit um spælarar, og nær tosa vit um felag Nær brúka vit eintal og fleirtal Heilsanin, hav ein góðan dag, er eisini til viðgerðar, og vit tosa eisini um tummilsregluna, sum er galdandi fyri, nær vit siga fyrri og seinni. Ein frágreiðing er komin frá danska heilsustýrinum, sum hevur greinað 32 ymsar kroniskar sjúkur. Í greiningini verður staðfest, at 28 av teimum 32 sjúkunum eiga eisini at verða viðgjørdar við kropsligari venjing, tí tað gevur betri úrslit. Guðrun Zachariasen, kommunulækni, og Magni Mohr, granskari, siga bæði, at kropsliga venjingin má koma undir skipaðar umstøður, um tað skal virka, og at kommunur og landsmyndugleikar eiga at taka hetta í álvara og skipa fyri, at umstøður verða til kropsligar venjingar í sambandi við sjúkuviðgerðir. Hesa ferð Suma vit Elisabet og Sofíu. Tær eru tvíburðar, og tær líkjast nógv. Hvussu man tað vera at hava eitt systkin, um er akkuat líka gamalt sum tú Glasir er Føroya størsta byggiverkætlan á landi. Og hvussu hildnast nýggi bygningurin, nú hann alment er tikin í nýtslu Vit ummæla Glasir saman við arkitektunum Heidi H. Poulsen og Albert Isfeld. Eisini hitta vit rektaran Boga Bech Jensen, vit tosa eisini við nakrar av næmingunum á Glasi, og leita aftur á samrøðu vit gjørdu við arkitektin Bjarke Ingels, tá fyrsti hakin varð settur í svørin. Tú kanst hoyra reportaguna her Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna, dylir ikki fyri, at hennara atkvøða bara fæst, um hon fær síni fingramerki á uppskotið, hon er als ikki hoyrd, segði hon í løgtinginum í gjár. Hvussu ætla landsstýriskvinnan í fíggjarmálum og løgmaður at telja upp í 17 Eftir arrogansuni at døma skuldi man trúð, at stuðulin aftan fyri fíggjarlógina var eini 18 20 tinglimir, men hyggur tú eftir veruleikanum, so tykist tað ikki sum um, at man í løtuni kann telja upp í 17, segði hon á løgtingsins røðarapalli í gjár. Í fjør varð avtala gjørd við Sjálvstýri, áðrenn fíggjarlógaruppskotið varð lagt fyri tingið, men í ár hevur samgongan valt at gera tað á øðrvísi hátt, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður. Um vit hyggja eftir okkara grannalondum, har tað er vanligt við minnilutasamgongum, verður fíggjarlógaruppskotið lagt fram fyrst, og síðani verður samrátt um uppskotið við ymsar partar, sigur Aksel V. Johannesen millum annað um støðuna. Sambært løgmanni hevur samgongan verið í samráðingum við bæði flokkar og uttanflokkatingfólk í løgtinginum um fíggjarlógaruppskotið, og løgmaður er bjartskygdur um møguleikan at fáa meiriluta. Vit halda, at vit fara nokk at klára at tryggja 17 atkvøður fyri einum fíggjarlógaruppskoti og vónandi meira enn tað, segði løgmaður fyrrapartin við útvarpið. Ein familjulega ætla fólki við tilflytarabakgrund verður hildin í Nesvík um vikuskiftið. Hetta er fyrsta legan av sínum slagið í landinum, og tað eru Reyði Krossur Føroya og Útlendingastovan, sum skipa fyri. Legan er ætlað pørum og familjum, har ein ella fleiri hava tilflytarabakgrund, og endamálið er at byggja brúgv millum føroyingar og tilflytarar. Endamálið er eisini at skapa eitt afturvendandi tilboð til hendan málbólkin, siga Bárður Atlason Ísheim, dagligur leiðari í Reyða Krossi Føroya, og Jóhan Jacobsen, fulltrúi í Útlendingastovuni. Luttakarar Theodor E. D. Olsen, Dagfinn Olsen, Magni Mohr, Guðrun Zachariassen, Elin Reinert Plank, Eline Hammer, Ivan Niclasen og Elin Henriksen. Uppskotið um fíggjarlóg fyri 2019 er lagt fram í Løgtinginum uttan at samgongan hevur tryggjað sær, at 17 atkvøður eru fyri uppskotinum. Skeiðið sum semingsmenn var úti 1. oktober, men partarnir á arbeiðsmarknaðinum mæltu til at teir hildu fram, og tað gjørdi løgmaður eisini, nú hann umsitur arbeiðsmarknaðarmál. Sum heild letur hann væl at tíðini higartil sum semingsmaður, hóast tað onkuntíð ikki hevur borið á mál, og nøkur verkføll hava verið. Í flestu førum hevur tað kortini eydnast semingsmonnunum at finna semju. Teir hava kortini úr at gera frá fyrsta degi í nýggja skeiðinum, tí í gjár longdu teir sáttmálan millum Handverkarafelagið og Landsfelag handverkaranna og Arbeiðsgevarafelagið og Handverksmeistarafelagið í eina viku. Partarnir kundu ikki semjast um nýggjan sáttmála. Eitt annað mál sum semingsmenninir fara at taka støðu til, er sáttmálin fyri maskinmeistararnar sum arbeiða hjá SEV og IRF. Tann sáttmálin er farin úr gildi, uttan at nýggjur sáttmáli er gjørdur. Har er ikki verkfall lýst, men semingsmenninir fara at tosa við partarnar í næstu viku. Annars eru eisini sáttmálar sum fóru úr gildi í fjør, ikki gjørdir, umframt onkrar sáttmálar sum fóru úr gildi nú 1. oktober, so tað kann vera, at semingsmenninir mugu royna at finna semju í øðrum ósemjum eisini, sigur Terje Sigurðsson. Dystirnir eru liður í fyrireikingunum hjá føroyska manslandsliðnum til EM undandystirnar ímóti Montenegro og Danmark, sum verða spældir seinni í hesum mánaðinum. Fyrr í dag bórust tíðindi um, at Niðurlond útvístu fýra russarum í apríl. Niðurlendsku myndugleikarnir siga, at teir, vegna russisku fregnartænastuna, GRU, ætlaðu at fremja telduálop á kemiska vápnaeftirlitið, sum heldur til í Haag. OPCW hevur til endamáls at beina fyri øllum kemiskum vápnum og hevur júst fingið heimild til eisini at avgera skuldarspurningin, tá kemisk álop verða framd. OPCW kannar kemiska álopið í Salisbury í Onglandi fyrr í ár, har ein fyrrverandi russiskur njósnari var eitt av offrunum. Somuleiðis kannar OPCW fleiri álop í Sýria, har illgruni er um, at ólóglig kemisk vápn hava verið brúkt. Tá altjóða samfelagið skuldi gera av, um OPCW skuldi fáa heimild til at avgera skuldarspurningin og ikki bara kanna kemisk álop, stríddist Russland av øllum alvi ímóti. Men til fánýtis. Teir fýra russararnir, sum blivu útvístir, høvdu allir diplomatisk pass, og ein teirra var KT serfrøðingur. Teirra ætlan var at bróta inn í KT skipanirnar hjá OPCW, sambært niðurlendsku myndugleikunum. Soleiðis sigur Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum, tá vit spyrja hann um ABC verkætlanina, og hví Ver virkin og Ver hugbundin er av so stórum týdningi fyri okkum menniskju. Olsen brøðurnir minnast Kim Larsen í hesi sendingini við heitinum Grundtvík, Gasolin og grundfesti gøtusangarin. Men hesin tímin er ikki settur av til at siga frá um Kim Larsen frá vøggu til grøv, men heldur at práta, minnast og hugleiða um mannin, ið fekk mong heiti, millum annað tjóðarskald dana. Makrelkvotur, sum trolbátar og trolarar hava fingið tillutað frá landinum, verða seldar víðari til uppsjóvarskip. Aðalendamálið við fiskivinnunýskipanini var annars, at keyp og søla av kvotum skuldi steðga. Trolarar í bólki 2 hava fyri 2018 fingið 13.000 tons av makreli, men uppsjóvarskipini hava fiska næstan alla kvotuna. Felagið Trolbátar hevur í fleiri ár grundgivið, at trolbátarnir hava uppiborið ein part av lukrativu makrelkakuni, sum uppsjóvarflotin fyri ein stóran part hevur fiskað. Men trolbátarnir hava allir latið sína kvotu til reiðaríið Varðan, og uppsjóvarskipið Tróndur í Gøtu hevur fiskað alla kvotuna øll 1200 tonsini, sum trolbátarnir eiga. Soleiðis hava trolbátarnir fingið ein part av makrelinum uttan sjálvir at loysa frá landi. Vit spyrja formannin í Felagnum Trolbátar, Bjarna í Skálum, hví trolbátarnir ikki sjálvir fiska makrelin. Um vikuskiftið skipa Reyði Krossur og útlendingastovan fyri familjustevnu í Nesvík fyri tilflytarar. Jóannes Eidesgaard, formaður, greiður frá, hví Reyði krossur nú eisini fer at fáast við integratión í Føroyum. Sunnudagin legði danski sangarin, tónleikarin, sjónleikarin og sangskrivarin Kim Larsen árarnir inn 72 ára gamal. Og við nøkrum av hansara mongu klassikaranum minnast vertirnir í Nón eisini fólksliga poetin. Teitur Lassen er bæði fløgu og konsertaktellur í løtuni. Og Teitur er Hósdagsgestur í Nón. Um eina góða viku frumsýnir Havnar Sjónleikarfelag Jørund Hundadagakong eftir Jónas Arnasson. Leikstjórin Ria Tórgarð og pallsmiðurin Hjálmar Dam greiða frá leikinum. Sendingin kann hoyrast her Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, sum hevur ábyrgdina av FO ráðnum, sigur, at hann hevur fult álit á teimum, sum manna ráðið. Svenning Reinert gekk í skúla í Norðradali og arbeiddi í bygdini, til hann í 1955 fór til skips við Tróndi í Gøtu . Hann var nøkur summur á sild, og um veturin róði hann út, til hann í 1957 hjálpti til at stinga Oyggjarvegin út. Í 1959 60 arbeiddi hann á Oyggjarvegnum. Síðani var hann hjá SEV, sum legði nýggja linju eftir oynni. Í 1963 varð Svenning biðin til arbeiðis hjá Forsvarets Bygningstjeneste at halda vegin frá Sundshálsi niðan á Sornfelli. Hetta varð hansara lívsstarv. Hann gavst eftir 40 ár og var í Keypmannahavn og heilsaði upp á dortningina. Svenning hevur givið sær stundir at ganga á fjall, hava skoraseyð og skjóta harur. Hendan útstykkingin fer at nøkta tørvin í eina tíð, men Runavíkar kommuna er longu farin undir at fyrireika seg til framtíðina, eftir at grundstykkini í Leitinum eru seld, sigur Runavíkar kommuna á heimasíðuni. Ársins friðarheiðursløn Nobels verður latin Dennis Mukwege, lækna, fyri hansara stríð móti sex trafficing og sítt stóra arbeiði fyri stóra talinum av offrum fyri kynslig brotsverk í drúgva krígnum í Demokratiska Lýðveldinum Kongo. Harumframt verður friðarheiðurslønin eisini latin til irakisku Nadiu Murad, sum í mong ár sat fangi hjá ISIS, og sum leingi hevur strídst fyri menniskjarættindum. Friðarheiðurslønin er ein av teimum fimm heiðurslønunum, sum svenski vinnulívsmaðurin, uppfinnarin og vápnaframleiðarin, Alfred Nobel fekk í lag. Hinar verða latnar fyri framúrskarandi avrik í evnafrøði, alisfrøði, fysiologi ella læknafrøði, og bókmentum. Heiðurslønin er umframt heiðurin og alt, sum hongur uppií honum 9 milliónir svenskar krónur, sum í dagsins kursi er umleið 6,4 milliónir danskar krónur. Virðislønirnar í alisfrøði, evnafrøði og fysiologi eru latnar. Virðislønin í bókmentum verður ikki latin í ár vegna stóru gøluna um kynslig brotsverk, sum hevur syndrað svenska akademiið. Jean Claude Arnault, sum er í miðdeplinum í gøluni um Nobelheiðurslønina í bókmentum, varð fyrr í vikuni dømdur tvey ára fongsulsrevsing fyri neyðtøku. Arnault, sum er 72 ára gamal, var ákærdur fyri tvær neyðtøkur í Stokkhólmi, men hann varð dømdur fyri aðra. Gølan fekk fyrr í ár svenska akademiið at avlýsa bókmentaheiðurslønina hjá Nobel í ár, og fleiri limir í akademiinum hava eisini sagt sín sess frá sær. Kongliga Vísindaakademiið gjørdi av, at ársins heiðursløn í alisfrøði varð latin trimum vísindafólkum, sum hava gjørt markabrótandi uppfinningar í lasara fysikki . Tey trý vísindafólkini, sum nú fáa Nobel, eru Donna Strickland úr Kanada, fraklendingurin G rard Mourou og amerikanarin, Arthur Ashkin. Fyrsta kvinnan, sum fekk Nobelheiðurslønina í alisfrøði, var Marie Curie í 1903, og hon er einasta kvinna, sum hevur vunnið fleiri av slagnum, tí í 1911 fekk hon eisini Nobelheiðursløn í evnafrøði. Dóttur hennara, Irene Curie, vann eisini Nobel í evnafrøði, og tað var í 1935. Høgni Hoydal vil ikki kennast við, at tað er søla av fiskirættindunum, nú tað vísir seg, at kvoturnar hjá eitt nú trolbátum verða fiskaðar av uppsjóvarskipum . Tað sigur Fulgoyar kommuna í hoyringarsvari til uppskotið frá landsstýrismannninum í Samferðslumálum um eitt avloysaraskip til Strandferðsluna. Fugloyggin er útoyggj, og talan er um streymasjógv og brimpláss, so serligar eru til flutningstól og atløguviðurskifti annars, sigur Fugloyar Kommuna í hoyringarsvarinum. Sjálvandi er tað hugaligt, at SSL nú arbeiðir seriøst við at loysa avloysara og flutningstørvin annars, men hetta er ikki nøkur trygg og hóskandi loysn, tá ið talan er um Fugloyarleiðina, sigur kommunan i hoyringarsvarinum. Sambært uppskotinum hjá Samferðslumálráðnum er ætlanin at byggja eina 27 metra langa skjóttgangandi tríkilju úr herdaðum glastrevjum, ið gongur 28 míl sum tað mesta og 20 míl við ferðafólki. Bretland fer í framtíðini at leggja dent á at fáa fólk til landið, sum eru væl útbúgvin, og uttan mun til hvaðani tey koma, sigur May. Væntandi fer uppskotið samstundis at skerja møguleikan hjá fólki at koma til Bretlands, tí landið ynskir at avmarka talið av fremmandum fólkum í landinum. Vil ES bert gera eina avtalu, sum avmarkar sjálvstýrið hjá Bretlandi, so fara vit úr ES, uttan at nøkur avtala verður gjørd, segði hann. Í Føroyum ger politiið eina meting, um umsøkjari um ríkisborgaraskap kann vera við í einari samtalu á donskum ella á føroyskum uttan nakað. Av tí at útlendingalógin er lítið broytt í Føroyum, síðani hon kom í 2001, eru heilt aðrar reglur galdandi í Føroyum enn í Danmark um uppihaldsloyvi, bæði um fyrbils loyvi og endaligt loyvi. Fleiri hundrað fólk eru handtikin í Washington eftir mótmæli móti, at konservativi dómarin Brett Kavanaugh skal fáa sæti í amerikanska Hægstarætti. Harímillum 302 kvinnur, skrivar BBC. Fyrr um dagin søgdu republikanararnir, at FBI hevði reinsað dómara valevnið fyri allar ákærur um kynslig brotsverk. Men Demokratarnir siga, at Hvítu húsini settu so stórar avmarkingar á FBI kanningina, at hon ikki er fullfíggjað. Sannlíkindini fyri, at Brett Kavanaugh fær nóg nógvar atkvøður, tá Senatið skal atkvøða, vuksu í gjár, tá tveir republikanarar við avgerandi atkvøðunum góvu FBI kanningini góð skoðsmál. Men enn er ikki heilt greitt, hvønn veg atkvøðigreiðslan fer at falla. Fær Brett Kavanaugh nóg nógvar atkvøður, so fær hann sess fyri lívið í amerikanska Hægstarætti. 53 ára gamli dómarin verður tá ein av tilsamans níggju hægstarættardómarum, sum hava avgerandi orðið í spurningum, so sum fosturtøku og vápnaeftirliti. Sangurin To Be With You Again var í bruttohópinum, men onkursvegna riggaði hann ikki inn í heildina á útgávuni og var tí lagdur til síðis fyribils. Geoff Emerick, sum arbeiddi saman við the Beatles á Revolver, Sgt Pepper og Abbey Road umframt fleiri øðrum kendum tónleikarum, hevur verið tøkningur hjá Lenu á komandi útgávuni. Hann var fantastiskur at arbeiða saman við, og hann dugdi lurta intuitivt. Hann var róligur og gjørdi, at alt órógv í studionum hvarv. Hann mælir til at útvega Strandfaraskipum landsins skip, sum umframt ferðafólk, tekur 10 til 15 bilar og kann brúkast til útoyggjasigling. Sambært fiskivinnunýskipanini, skal landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, hvørt ár leggja eina frágreiðing fyri tingið um fiskivinnuna. Nýggja kravið, um at øll veiða skal um føroyskan kaikant, økir um virksemið í Føroyum og av tí sama kravið til eftirlitið á landi. Tað starvast 3 eftirlitsfólk á Fiskiveiðieftirlitinum í dag, harav eru 2 av teimum bundin av uppgávum á skrivstovuni og á goymsluni. Fiskiveiðieftirlitið hevur mett, at tað vanta í minsta lagi 5 eftirlitsfólk á landi í løtuni. Í løtuni er neyðugt at nýta Brimil og Tjaldrið at gera kanningar á landi. Hetta er ikki skilagott. Um fleiri eftirlitsfólk vórðu sett, kundu skipini savna seg um tað, tey eru gjørd til, nevniliga eftirlit til sjós, stendur í frágreiðingini. Vørn hevur ábyrgd av at kanna ognarviðurskiftini hjá feløgum, sum hava ella ætla at útvega sær fiskirættindi. Hetta er tíðarkrevjandi arbeiði, og í samband við at fleiri feløg koma inn í fiskivinnuna gjøgnum antin uppboðssølu ella menningarkvotu, førir tað sjálvsagt við sær eyka arbeiði fyri Vørn. Uppboðssølurnar seta eisini fleiri krøv til Vørnt, tí Vørn ábyrgdina av, at ognarviðurskiftini hjá keyparum eru í samsvari við lógina, og at trygdirnar í samband við keyp eru í lagi. Samstundis stendur Vørn fyri at halda afturlatnar uppboðssølur. Hetta er tíðarkrevjandi arbeiði og økir sjálvsagt um arbeiðsbyrðuna á Vørn, sæst í frágreiðingini frá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum. Næstu sambondini hjá Norðradali vóru Sund, Kaldbak og Havnin. Í Havn var Dalavegurin, og í Kaldbaksbotni var Dalastøðin. Haðani varð farið í báti til handils í Kaldbak. Mjólkin varð reidd til Sunds og flutt til Havnar við mjólkarbátinum. Leningarlíkindini í Norðradali vóru torfør. Ein fiskileið hjá teimum var kortini Heinafelli, og teir dyrgdu framvið landi. Eitt norskt víkingaskip kom illa fyri í kolturssundi. Svenning var við til at bjarga fólkinum. Svenning Reinert vaks upp á rossabaki. Í kappríðing vann hann hóp av steypum og heiðursmerkjum. Ein harður kappingarneyti var Uni Patursson. Á ólavsøku 1965 fingu teir somu tíð, 34,3 sek. Svenning Reinert á Grana hjá Otto Reinert varð dømdur vinnari. Hann reið kapp í 68 ár. Veljarakanningin vísir, at 27,5 prosent av spurdu veljarunum siga seg fara at seta krossin við Fólkaflokkin, sum so hevði fingið 9 tingsessir, um val var nú. Hetta eru trý tingfólk meira enn Fólkaflokkurin hevur í dag Úrslitini eru vigað við atliti at, hvat fólk valdu til løgtingsvalið 2015, sigur spyr.fo um kanningina. Og lesið meira um hana á portal.fo . Gestir í útvarpsstovuni eru Árni Gregersen, journalistur, Georg L. Petersen, blaðstjóri á Dimmalætting, Niels Uni Dam, samskiiftisfrøðingur og Gunnvá Zachariassen, sjónleikari Hvørt ár gevur IYL nøkrum nýggjum barna og ungdómsbókum úr øllum heiminum hesa viðurkenning, og talan er um bøkur, sum tey meta hava serliga góðsku og skaldsliga og myndlistarliga dygd. Hinar bøkurnar hjá Bárði Oskarson, sum hana fingið White Raven, eru Ein hundur, ein ketta og ein mús frá 2004, Stríðið um tað góða grasið frá 2012 og Wilbert frá 2016. Træið er eisini í uppskoti til at fáa Barna og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins og Barna og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins í 2018. Teitur er júst farin undir eina konsertferð í Føroyum fyri fyrstu ferð í 11 ár, nú hann gevur nýggja útgávu út, sum kallast I want to be kind . Hetta er ein sovorðin stríðsspurningur. Tú vil gjarna vera vinaligur, men tað kanst tú ikki altíð vera. Eg haldi, vit eru nógv, sum gjarna vilja vera vinalig, og vit halda tað vera fyrimyndarligt at vera vinalig, hyggja fólk í eyguni og vera til staðar. Tað er vert hjá okkum at stremba eftir, sigur Teitur Lassen. Tað varð upplýst í Skiftirættinum í dag. at Realurin hevur gjørt fleiri enn eina roynd at selja garnaskipið Anitu bæði í Føroyum og uttanlands tó uttan úrslit. Anita er einasta ogn hjá P f Seta, sum er sent Skiftirættinum til tvingilsavtøku. Men krøvini móti felagnum eru nógv størri enn virðið á Anitu. Men endin verður helst tann, at Anita verður seld á tvingsilsupppboði, upplýsti bústjórin, Óla Jákup Kristoffersen, í Skiftirættinum. Skipið hevur ikki verið til fiskiskap síðani á vári 2014, tá tað fyrst misti ein mann og síðani varð tikið fyri at hava ov nógv gørn. Felagið varð eisini sent Skiftirættinum til tvingsilsavtøku í fjør, tí tað hevði ikki latið roknskap fyri 2016. Men hann kom tó seinni. Í nýggju nevndini vóru Jónas Sigmarsson í Havn, hann var eisini stjóri í felagnum, Anton Sigmarsson í Hoyvík og Angel Pego Vidal í Spania, sum er nevndarformaður. Føroya rættur hevur givið einum manni 12.000 krónur í sekt og einum smápartafelag 10.000 krónur í sekt fyri sigling við ribbáti. Hetta var eisini tað, sum ákæruvaldið kravdi. Skiparin varð ákærdur fyri brot á kunngerðina um manning á førum, sum eru minni enn 20 bruttotons og sum eru í strandarsigling við upp til 12 ferðafólkum. Og hesin eini hevði ikki størra dugnaskaparprógvið í sigling, hann hevði ikki góðkent trygdarskeið fyri sjófólk, og hann hevði heldur ikki heilsuváttan fyri sjófólk. Felagið, sum eigur bátin, Sp f Rib62, varð ákært fyri brot á kunngerð um byggikrøv og útgerð og annað til smærri vinnufør, tí felagið hevði ábyrgdina av, at báturin sigldi við ferðafólki, hóast siglingarloyvi til ferðafólk ikki var endurnýggjað. Undir tingingunum um sjómarkið millum Hetland og Føroyar í 1991 fann eg persónliga uppá eina ætlan saman við MI6 um at lata ein white board penn við fjaldari mikrofon liggja eftir í fundarrúminum í danska Uttanríkisráðnum, har danska og føroyska sendinevndin fyrireikaðu seg. Murray skrivar í viðmerking á kjaktráðnum undir hesi dagføringini, at hann hetta tíðarskeiðið undir tingingunum millum Bretland, Danmark og Føroyar í 1991 var leiðari á maritimu deildini í bretska Uttanríkisráðnum. Craig Murray er ein umstríddur persónur, sum tók stigið frá at vera sendiharri til at gerast varskógvari og hvassur andstøðingur til bretsku stjórnina. Tildømis skrivaði hann á bloggi sínum, tá fyrrverandi russiski njósnarin, Sergej Skripal og dóttir hansara vórðu eitrað við novichok nervaeituri í Salisbury Mainstream miðlarnir vísa okkum tann eina serfrøðingin fyri og annan eftir, sum vil vátta hvatsumhelst, ið tørvur er á, fyri at fáa seinastu villu anti russisku søguna hjá bretsku, red. stjórnini at passa. Í gjár og í dag hava fíggindalig russisk cyberálop staðið ovast á breddanum í alheims miðlum. Bretland, USA, Niðurlond, Sveis og Brasilia ákæra Russland fyri njósning og telduálop. Craig Murray skrivar speiskliga um aktuellu ákærurnar móti Russlandi undir síni dagføring um avlurting av føroysk donsku sendinevndini í 1991 Undir tingingunum um sjómarkið millum Hetland og Føroyar í 1991 fann eg persónliga uppá eina ætlan saman við MI6 um at lata ein white board penn við fjaldari mikrofon liggja eftir í fundarrúminum í danska Uttanríkisráðnum, har danska og føroyska sendinevndin fyrireikaðu seg. Murray skrivar í viðmerking á kjaktráðnum undir hesi dagføringini, at hann hetta tíðarskeiðið undir tingingunum millum Bretland, Danmark og Føroyar í 1991 var leiðari á maritimu deildini í bretska Uttanríkisráðnum. Craig Murray er ein umstríddur persónur, sum tók stigið frá at vera sendiharri til at gerast varskógvari og hvassur andstøðingur til bretsku stjórnina. Tildømis skrivaði hann á bloggi sínum, tá fyrrverandi russiski njósnarin, Sergej Skripal og dóttir hansara vórðu eitrað við novichok nervaeituri í Salisbury Mainstream miðlarnir vísa okkum tann eina serfrøðingin fyri og annan eftir, sum vil vátta hvatsumhelst, ið tørvur er á, fyri at fáa seinastu villu anti russisku søguna hjá bretsku, red. stjórnini at passa. Í gjár og í dag hava fíggindalig russisk cyberálop staðið ovast á breddanum í alheims miðlum. Bretland, USA, Niðurlond, Sveis og Brasilia ákæra Russland fyri njósning og telduálop. Craig Murray skrivar speiskliga um aktuellu ákærurnar móti Russlandi undir síni dagføring um avlurting av føroysk donsku sendinevndini í 1991 Málið verður tí koyrt í rættin sum játtanarmál. Tá so er, verður einki ákærurit skrivað, men í staðin skrivlig skuldseting, sigur Linda Hesselberg, varafúti. 33 ára gamli maðurin er eisini skuldsettur fyri at hava víðarisent myndir og filmar av óvanliga grovum slag. Maðurin hevur ikki framleitt tilfar sjálvur, sigur Linda Hesselberg, varafúti. Upprunaliga noktaði maðurin seg sekan í at hava myndir av allar grovasta slag. Verjin hjá manninum bað um at síggja próvtilfarið og gjøgnumganga tað saman við manninum. Og tað hava tey rætt til, og tað verður gjørt saman við ákæruvaldinum og løgregluni, sigur Linda Hesselberg. Tá verða eingi vitni avhoyrd, eingin próvførsla verður, men prógvini skulu dokumenterast, so at dómarin sær, at játtanin er grundað á tilfarið. Linda Hesselberg vil ikki siga, hvørja revsing ákæruvaldið fer at krevja, men talan verður um stranga fongsulsrevsing, og pástandur um revsing verður ikki niðanfyri tvey ár. Tá metast skal um revsingina, so taka løgregla og ákæruvaldið við í metingina, at talan er um myndir og filmar, sum fara at ferðast á netinum eisini um nógv ár. Og tá hesi børn verða vaksin, kunnu tey koma at standa andlit til andlits við myndirnar. Onkur hevur framleitt hvørja einastu av hesum myndum og filmum, tí ein marknaður er fyri hesum. Myndirnar og filmarnir eru til á netinum og verða áhaldandi deild á netinum. Og hvørja fer onkur tekur niður og hyggur at hesum tilfari, er talan um kynsligan ágang. Tí verður revsingin grundað á, at tað at deila myndirnar við onnur, er tað sama sum áhaldandi kynsligur ágangur, sigur Linda Hesselberg, varafúti. Nýggi stjórin í Norðurlandahúsinum Gunn Hernes úr Noregi hevur drúgvar royndir sum konsertfyriskipari. Hon hevur skipað fyri fleiri konsertum í Noregi við stórum nøvnum. Millum hesi var enska songkvinnan Amy Winehouse, sum andaðist í 2011. Hoyr Gunn greiða frá, hvussu arbeiðið fór fram, og hvørjar tankar hon og hennara medfyriskiparar gjørdu sær, tá Amy Winehouse kom til Noregs, har hon varð handtikin við cannabis uppi á sær. Løtan, tá Amy trein á pall var bæði góð og syrgilig, tí Amy Winehouse var bundin at bæði rúsdrekka og narkotika um tað mundið, og hon var eisini sjónliga ávirkað á pallinum. Men hetta var uppá gott og ilt ein umráðandi løta fyri norskt tónleikalív, sigur Gunn. Upplivingin hevur gjørt, at hon hevur fingið stóra virðing fyri tónleikarum, sum eru á konsertferð, tí hon veit, hvussu hart tað mangan kann verða Formaðurin fyri Interpol hevur ikki latið frætt frá sær síðani síðst í septembermánaði, tá hann fór av skrivstovuni í Lyon í Fraklandi og skuldi til Kina. Sambært blaðnum varð hann førdur burtur beint eftir at hann steig fóti í land í Beijing. Tað er ikki greitt, hvat kanningarnar snúgva seg um ella hvar Meng er. Í fráboðan, váttar Interpol, at tey vita um, at Meng er horvin, men at tey ikki vilja blandast upp í kanningararbeiðið hjá fronsku og kinesisku myndugleikunum. 64 ára gamli Meng varð valdur til formann í november 2016, og skal sita til 2020. Kina vónaði, at nú Meng er tilnevdur formaður, so verður lættari at fáa altjóða hjálp til at leita eftir fólki, sum eru skuldsett fyri fíggjarlig brotsverk, eisini mutur. Men hetta hevur elvt til atfinningar í nøkrum londum um, at kinesiskir agentar á henda hátt eru slopnir at virkar í tí loynda í sínum egna landi uttan at lokalir myndugleikar hava loyvt tí. Fyrrverandi bretski sendiharrin og núverandi politiski aktivisturin, Craig Murray, rør nú framundir, at bretska fregnartænastan, MI6, avlurtaði Føroyar og Danmark undir tingingunum um sjómarkið millum Hetland og Føroyar í 1991. Ferðslutrygdin á Karlamagnusarbreyt í Hoyvik, sum eisni er skúlavegur, er versnað munandi, hóast kommunan fyri einum lítlum ári síðani lovaði at bøta um trygdina. Hóast bæði umsitingin í býráðnum og landsmyndugleikarnir í fleiri førum mæltu frá at byggja á økinum, varð byggisamtyktin broytt í 2012 og aftur í 2016. Seinnu ferð, byggisamtyktin varð broytt, sat kona Kristjan á Neystabø, Helena Dam á Neystabø, í býráðnum. Men sambært gerðabókunum var hon ikki við í viðgerðini av málinum. Sambært rundskrivinum um Keypsporatalin skulu í minsta lagi tveir veitarar bjóða, um keypt verður fyri millum 50.000 og 500.000 krónur. Hon hevur skrivað eina phd ritgerð um Kierkegaard, um munin á tí kvinnuliga og tí mannliga og tað at geva seg yvir til sterkari mátt . Sambandsflokkurin hevur lagt uppskot fyri tingið um at broyta vallógina soleiðis, at um eitt valstað hevur færri enn 200 veljarar, verða atkvøðukassarnir fluttir til annað valstað, og so verða atkvøðurnar taldar saman við atkvøðunum á tí valstaðnum. Men av tí at summi valstøð hava sera fáar veljarar, ber í teimum førunum næstan til at seta navn á, hvør eigur hvørja atkvøðu. Dømi eru um fólk, sum ikki tora at atkvøða eftir síni bestu sannføring orsakað av hesum. Í lógini um val til løgtingið er ásett, at einki valstað kann hava færri enn 10 veljarar. Hetta er ein sera óheppin støða fyri demokratiið á smáplássunum, sigur Sambandsflokkurin í viðmerkingunum til uppskotið. Royndir hava áður verið gjørdar at broyta vallógina soleiðis at atkvøður á smærru valstøðunum teljast saman við størri valstøðum. Seinast var í vár, tá Helgi Abrahamsen úr Sambandsflokkinum skeyt upp at broyta lógina. Í gjár kunngjørdu repulikanski senatorin, Susan Collins, og demokratiski senatorin, Joe Manchin, at tey fara at atkvøða fyri, at at Kavanaugh tekur sætið í hægsta rætti. Tí eru nógv sum bendir á, at 53 ára gamli Brett Kavanaugh fær neyðuga stuðulin til at gerast dómari í amerikanska hægstarætti. Tað skriva fleiri altjóða miðlar teirra millum New York Times. Bæði hava fyrr sagt seg ivast í, um tey fara at atkvøða fyri Kavanaugh. Nógv rumbul hevur verið eftir tilnevningina av Kavanaugh til sætið í hægstarætti. Tríggjar kvinnur hava ákært hann fyri at hava gjørt seg inn á tær kynsliga, tá hann fyri 36 árum síðani var næmingur á lærda háskúlanum, Yale. Hóast dómararar í prinsippinum ikki eru politiskir, so verður hægstirættur brúktur samtykkja lógir, sum tæna einum politiskum endamáli, sigur Erik Absalonsen, sum hevur lisið stjórnmálafrøði á John Brown University í USA. Nógv bendir á, at 53 ára gamli Brett Kavanaugh fær neyðuga stuðulin frá Senatinum til at gerast dómari í amerikanska hægstarætti seinni í dag. Men politikarar og amerikanska fólki eru í tvíningum, tí nógv rumbul hevur verið eftir tilnevningina av Kavanaugh til sætið í hægstarætti. Tríggjar kvinnur hava ákært hann fyri at hava gjørt seg inn á tær kynsliga, tá hann fyri 36 árum síðani var næmingur á lærda háskúlanum, Yale. Kavanaugh noktar seg sekan í øllum ákærunum. Hóast hann er lagdu undir kynsligan ágang, so fer Senatið at góðkenna hann, sigur Erik Absalonsen, sum hevur lisið stjórnmálafrøði á John Brown University í USA. Skal vallógin broytast, mugu vit tryggja, at fólk á smáplássum framvegis hava lætta atgongd at sleppa á val. Broytingin má gerast uttan at steingja valstøð. Tað sigur Rógvi Nybo, stjórnmálafrøðingur. Sambandsflokkurin roynir nú aftur at broyta vallógina soleiðis at atkvøðurnar á smáu valstøðunum ikki verða so sjónligar í uppteljingini. Flokkurin mælir til, at hjá valstøðum sum hava færri enn 200 veljarar, verða atkvøðukassarnir fluttir til annað valstað, og so verða atkvøðurnar taldar saman við atkvøðunum á tí valstaðnum. Vit hava ikki loynilig val á smáplássum í dag, sigur Bárður Nielsen, tingmaður hjá Sambandsflokkinum, ið er ein av uppskotssetarunum. Fyrr í ár legði Helgi Abrahamsen, uppskot fyri tingið um at broyta vallógina fyri smáu valstøðini. Tað uppskotið fall burtur, tí tingsetan endaði. Men frammanundan mælti ein meiriluti í rættarnevndini frá at samtykkja uppskotið, tí tey hildu, at málið átti at verið greinað nærri. Saman við samfelagsfrøðinginum Jógvani Mørkøre taka vit saman um flokkarnar, sum hava stillað upp á fyrsta sinni seinastu 28 árini. Ólavur Jakobsen er ein av okkara allar fremstu gittarspælarum. Í hesum innslagnum gevur hann teimum, sum kundu hugsað sær at lært seg at spæla gittara, góð ráð til hvar man kann byrja og hann kemur eisini inn á, hvussu man skal fyrihalda seg, um man ætlar sær at keypa eitt ljóðføri. Fjórða árið á rað fer Dorius Frederiksberg at læra menn at gera mat á Klaksvíkar kvøldskúla. Aldursspennið er rættiliga vítt, úr góðum 30 árum upp í 86 ár. Eitt er, at teir koma fyri at læra at gera mat. Teir koma eisini fyri felagsskapin skyld, sigur Dorius Frederiksberg, kokkur og lærari. Uppskriftirnar, sum víst verður til í innslagnum, kunnu síggjast inni á Facenbook síðuni hjá sendingini Leygardagur. Men samstundis halda tey, at hann ikki skal lata hana búgva har uttan at gjalda leigu, tí fólk fara betur um, skulu tey gjalda fyri at búgva har. Hin spurningurin í dagsins sending var frá einari mammu, sum er um at flyta av landinum, tá hon fær frænir av, at fyrrverandi maðurin aftur er farin at drekka, samstundis sum hann hevur ábyrgdina av tannáringasoninum. Umframt hetta, so vóru Ása Andreasen, Eiler Fagraklett og Janus Poulsen eisini við uppá ókendar spurningar sum tvístøðuna og sms spurningar. Síðsta Skríggj. Norðlýsið hevur reist spurningin um gegnið hjá Kristiani Eli Zachariasen í samband við, at býráðið samtykti at loyva Bakkafrosti at hegna inni partar av havnarøkinum í Klaksvík. Kristian Eli Zachariassen er býráðslimur fyri Sjálvstýri. Men hann starvast eisini sum bólkaleiðari á Bakkafrosti. Kristian Eli Zachariassen var avgerandi atkvøðan. Og hetta undrar eisini Gunnvá við Keldu, sum situr í býráðnum fyri Fólkaflokkin. Óluva Klettskarð umboðaði Tjóðveldi á fundinum. Hon sigur seg hava spurt Kristian Eli Zachariassen, um hann ikki metti seg vera ógegnigan í viðgerðini av málinum, tá hann er í starvi hjá Bakkafrosti. Óluva Klettskarð sigur, at svarið, hon fekk, var, at Kristian Eli Zachariassen ikki metti seg vera ógegnigan at viðgera málið. Umsitingin í býráðnum mælti frá, at loyvi var givið at hegna inni partar av havnarøkinun. Men meirilutin valdi kortini at samtykkja málið. Bakkafrost hevur fingið loyvi at hegna ein part av keiøkinum í Klaksvík inni. Eitt loyvi, sum umsitingin í Klaksvíkar Kommunu er ímóti at geva, men sum ein tepur meiriluti í býráðnum kortini hevur samtykt at geva fyritøkuni, tað skrivar Norðlýsið. Málið varð samtykt á býráðsfundinum í Klaksvík hóskvøldið. Talan er um um eitt øki á vestara havnalagnum, framman fyri Kryvjing, sum Bakkafrost ætlar at brúka til landsstøð. Talan er um eina atløgusíðu, sum er umleið 50 metrar, ið skal girðast inni og øll ferðsla verður hildin burtur frá økinum. Í málsfrágreiðingini hjá Klaksvíkar Kommunu stendur, at umsitingin í kommununi hevur verið á fundi við Bakkafrost og Heilsufrøðiligu Starvsstovuna. Har varð greitt frá, at um økið ikki kann vera varandi avbyrgt, fær Bakkafrost ikki umhvørvisgóðkenning og heldur ikki loyvi til at seta smolt út í aliøki A 12, sum er undir Kunoyarnesi. Samband hevur verið millum kommununa og Bakkafrost um at finna eina loysn á trupulleikanum, men hetta hevur ikki eydnast, stendur í málsfrágreiðingini. Umsitingin heldur tað vera sera óheppið at byrgja økið á havnalagnum av, tí annað virksemi er í økinum, sum hevur brúk fyri at ferðast eftir bryggjuni. Tey hava roynt at funnið onnur øki, millum annaðá Grótrætt og Strond og eisini onnur hølir á vestara havnalag. Men hetta hevur heldur ikki borið á mál, skrivar kommunan í málsfrágreiðingini. Á fundi í Havna og Vinnunevndini tann 17. september mælti ein meiriluti, Tummas J. Lervig, Kristian Eli Zachariasen og Óli M. Lassen, til at geva fyribilsloyvi frá 1. november 2018 til 1. mai 2021, treytað av at økið verður opið tá almenn tiltøk eru í kommununi við tilknýti til havnaøkið við landstøðina. Og at heita á Bakkafrost um at koma við uppskoti til varandi loysn til landstøð í aliøki A 12. Ein minniluti í nevndini, Atli S. Justinussen og Beinir Johannesen, mæltu frá at geva loyvi við teirri grundgeving, at havnaøkið og bryggjukanturin verða avbyrgd. Men á fundi í Klaksvíkar Býráð í fyrrakvøldið samtykti ein tepur meiriluti at geva Bakkafrosti loyvi at hegna hendan partin av keiøkinum inni. Fíggjareftirlitið fekk tilsamans 107 fráboðanir í fjør, og higartil í ár er talið longu komið upp á 88. Væntandi kemur talið upp í móti 120 fráboðanum í ár, skriva danskir miðlar. Fráboðanir snúgva seg um illgruna um millum annað skattasvik, hvíttan av pengum, illgrunasamar flytingar og onnur ólóglig viðurskifti. Fráboðanirnar eru komar gjøgnum serligu varskógvaraskipanina, ta sonevndu whistleblowerskipanina, sum varð sett í verk í 2013. Gjøgnum hesa skipanina kunnu starvsfólk og viðskiftafólk venda sær dulnevnt til Fíggjareftirlitið og boða frá, um tey hava illgruna um okkurt óregluligt. Hesum er felagið hjá starvsfólkunum í bankaheiminum, Finansforbundet, samt í. Metið stendst neyvan av meira óreglusemi, men heldur tí at skipanin er meira kend, og at tað er meira legitimt at brúka varskógvaraskipanina, sigur Michael Budolfsen, næstformaður í Finansforbundet. 07 Vestur KÍ 4 2 2 2 3. minuttir. 1 0 Sonny Jakobsen 10. minuttir. 2 0 Ken Fagerberg 38. minuttir. 2 1 Kristoffur Jakobsen 41. minuttir. 2 2 Páll Klettskarð 77. minuttir. 3 2 Børge Petersen sjálvmál 90. minuttir. 4 2 Sonny Jakobsen Her kemur onnur sending um varðagøturnar. Saman við Óla Berg, og Levi Niclasen ganga vit eftir varðagøtuni úr Hvalba upp á Tvøroyri. Vit síggja og ganga framvið kend søgulig pláss, sum vit hava hoyrt og lisið um í føroyskum sagnum. Bæði Jansaguttarnir, Snoprikkur, Hargabrøðurnir, turkiskir sjórænarar og onnur hava reikað á hesi leið. Lagt til rættis Zacharias Hammer. EB Streymur NSÍ 2 4 1 1 18. minuttir. 1 0 Gestur Dam 24. minuttir. 1 1 Árni Frederiksberg 49. minuttir. 2 1 Jens Michael Jensen 57. minuttir. 2 2 Fróði Benjaminsen 62. minuttir. 2 3 Árni Frederiksberg 70. minuttir. 2 4 Árni Frederiksberg Varðin Pelagic hevur ikki fingið øll tilboðini enn, so ikki ber til at siga nú, nær byggiarbeiðið byrjar. Felagið hevur heldur ikki avgjørt enn, hvat orkan verður hjá nýggja virkinum, sigur Bogi Jacobsen, stjóri á Varðanum Pelagic. Felagið hevur biðið um tilboð upp á fleiri virkisstøddir. Tað veldst eisini um, hvussu fiskivinnan verður skipað í framtíðini. Men byggiloyvið ger, at nú ber til at taka avgerðirnar, sigur Bogi Jacobsen Venjingardystirnir eru liður í fyrireikinginum til EM undankappingardystirnar ímóti Montenegro og Danmark, sum verða spældir ávikavist 24. og 27. oktober. Útlitini fyri eini brexit avtalu millum Bretland og ES eru batnað seinastu dagarnar. Tað sigur ES nevndarformaðurin, Jean Claude Juncker. Við miðlar í Eysturríki sigur Juncker, at hann ikki er vísur í, at ein semja fæst í oktobur, men at tað kann henda í novembur mánað. Tíðin hjá teimum var 1 minuttur, 50 sekund og 89 hundraðpartar. Teir skavaðu sostatt 11 hundraðpartar av gamla metinum, sum teir sjálvir settu í mars mánaði í ár. Teir eru prestagarðurin á Todnesi á Sandi, prestagarðurin á Brekku í Klaksvík, Biskupsgarður í Havn, prestagarðurin á Eiði og so tann í Kvívík. Brett M. Kavanaugh hevur verið nógv frammi í miðlunum, tí hann varð lagdur undir at vera skendskur móti eini 15 ára gamlari gentu, tá ið hann var 17 ár sjálvur. Eftir at hava fingið innlit í loyniligt kanningarúrslit hjá amerikonsku samveldisløgregluni, FBI, samtykti senatið at góðtaka nýggja hægstarættardómaran. Valevnið á høgraveinginum, Jair Bolsonaro, var á odda undan valinum. Hann hevur lovað at berjast móti morði og øðrum brotsverkum í størsta landinum í Suðuramerika. Sterkasta mótvalevnið hjá Bolsonaro eitur Fernando Haddad. Hann stillar upp fyri Arbeiðaraflokkin. Haddad fær stuðul frá áður so væl lídda forsetanum í Brasil, Luiz Inácio da Silva. Brasilianarar velja eisini guvernørar og umboð í tveir triðingar av sessunum í senatinum eins og umboð í lóggevandi ting kring landið. Høgravalevnið, Bolsonaro, hevur ikki luttikið í endaliga valstríðnum, tí hann varð stungin niður undir einum valfundi í septembur. Eftir øllum at døma røkka hvørki Bolsonaro ella Haddad upp um 50 prosent. Sostatt bendir á, at teir báðir skulu kappast umaftur tann 28. oktobur. Sálmarnir vóru 599 O veldis Gud, 38 Nærri mín Gud til tín, 516 Ljósið rann av kærleiks runni, 75 Eg sá hann sum barn, 353 Harrin rættir út sín arm, 138 Mildi Jesus, tú sum segði, 345 Alt í føðurhendi er Tað gekk javnt á í fyrra hálvleiki, har liðini fylgdust mál um mál. Í løtum vóru Føroyar á odda við einum máli og í løtum Finnland. Síðstu 10 minuttirnar øktist munurin. Føroyar brendu nakrar upplagdar møguleikar og fingu eina útvísing. Finnland var á odda 15 12 í hálvleikinum. Vit eru ónøgdir við úrslitið, men vit hava fingið nógv burtur úr túrinum, sum vit kunnu gangnýta til fyrireikingarnar móti Montenegro og Danmark seinni í mánaðinum, sigur Sonni Larsen við hsf.fo Geir Harde varð í 2012 funnin sekur í at hava tagt á stjórnarfundum, hóast hann visti um trupulleikar hjá íslendsku bankunum og møguligar avleiðingar fyri búskap landsins. Haarde fekk onga revsing vegna linkandi umstøður. Hann kærdi kortini skuldarspurningin til evropiska mannarættindadómstólin í Strassborg, og fekk ikki viðhald. Við sínum 19,8 prosentum kann Samlagsflokkurin skipa stjórn saman við nýggju, fólksligu flokkunum. Samlagsflokkurin fær 23 av 100 sessum, og Nýggju Konservativu og KPV LV fáa hvør sínar 16 sessir. Samlagsflokkurin hevur lovað, at Lettland framhaldandi skal vera í ES og NATO, og at landið eisini skal samstarva meira við grannan fyri eystan. Støðan nú øll feløgini hava spælt tríggjar dystir 1.H71 6 stig 2.VÍF 4 stig 3.Neistin 4 stig 4.Stjørnan 3 stig 5.Kyndil 1 stig 6.STÍF 0 stig Úrslitið hevur við sær, at B68, sum í løtuni er á fjórða plássi, bara er eitt stig frá uppflyting, nú tveir dystir eru eftir at spæla. Eydnast tað B68 at koma framum NSÍ ella KÍ, sum eru á ávikavist øðrum og triðja plássi, so spæla Toftamenn í bestu deildini komandi ár. Støðan í 1.deild 1.ÍF 60 stig 2.NSÍ II 49 stig 3.KÍ II 49 stig 4.B68 48 stig 5.Víkingur II 36 stig 6.HB II 29 stig 7.Skála II 28 stig 8.B71 28 stig 9.Giza Hoyvík 23 stig 10. TB FCS Royn II 7 stig Komandi dystirnir hjá NSÍ, KÍ og B68 20.10.2018 KÍ II TB FCS Royn 20.10.2018 B68 B71 20.10.2018 NSÍ II HB II 26.10.2018 HB II KÍ II 26.10.2018 Víkingur II B68 26.10.2018 Giza Hoyvík NSÍ II Sjóvinnustýrið fer at húsast í nýggjum hølum í Vágum, men byggingin er útsett, tí samgongan hevur gjørt av at drýggja summar íløgur. Tað sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður, í svari til Jørgen Niclasen í Fólkaflokkinum, sum spurdi, nær farið verður at byggja nýggjan bygning til Sjóvinnustýrið. Poul Michelsen sigur, at nógv ferð er á búskapinum, og tað merkir, at torført er at útvega arbeiðsmegi í byggivinnuni. Kostnaðurin fyri byggiarbeiði setur eisini met. Sjálvsagt er lættast at útseta íløgur, har byggingin ikki er byrjað, og tí er bygningurin hjá Sjóvinnustýrinum ein teirra, har minni er sett av til íløgu, sigur Poul Michelsen. Broytist støðan í byggivinnuni, ber til at seta meira ferð á, og størri játtan kann fáast í 2020, sigur landsstýrismaðurin í vinnumálum. Hann sigur, at eingin ivi er um, at Sjóvinnustýrið fer at húsast í nýggjum hølum í Vágum. Peningur er settur av til verkætlanina í 2019. Tá lovaði norðurkoreanski leiðarin, at Norðurkorea fór at rigga alla sína kjarnorkuætlan av, men síðani hava amerikanarar fýlst á, at Norðurkorea hevur ikki gjørt nóg mikið til tess at halda hetta lyftið. Men eftir fundin í Pyongyang í gjár, sigur Mike Pompeo, at Norðurkorea hevur tikið stig rætta vegin at rigga kjarnorkuætlanina av. Á fundinum varð avtalað at seta ein arbeiðsbólk at viðgera tilgongdina við kjarnorkuætlanina og at fyrireika ein toppfund millum Donald Trump og Kim Jong un. Hongwei er kinesari, og hann varð settur sum stjóri í Interpol fyri tveimum árum síðani. Interpol hevur høvuðssæti í Fraklandi, og Hongwei og húski hansara hava búð í Lyon síðani. Ein franskur embætismaður hevur upplýst, at Meng Hongwei fór av høvuðsskrivstovuni hjá Interpol í Lyon síðst í september, og fór við flogfari til Kina. 22 ára gamli Hans Berg Hansen úr Klaksvík bjargaði lívinum hjá einum týskum pari, tá hann og unnusta hansara, Sólrun Larsen, hildu summarfrí í La Marina í Alacante í Spania. Parið, 54 ára gamla Elena Minich og 67 ára gamli Paul Minich, hava sett seg í samband við Norðlýsið, sum hevur skrivað um tilburðin. Týska parið kom illa fyri í hørðum botnstreymi við strondina í La Marina, og lukku tíð var Hans Berg Hansen tilstaðar, tí annars hevði tað kunnað endað galið. Á fundi í Skiftirættinum fríggjadagin varð upplýst, at trotabúgvið hevur selt húsið á horninum Varðagøta Sjúrðargøta fyri tvær milliónir krónur. Í honum sita formaðurin og næstformaðurin í kringvarpsstýrinum, starvsfólkaumboðið í stýrinum og eitt umboð fyri leiðslubólkin í kringvarpinum. Skipið verður mett at kosta tilsamans 34 milliónir, og tað verður eftir ætlan liðugt um eitt ár. Hinar 18 milliónirnar verða játtaðar í 2019. Skipið skal millum annað verða tøkt á Fugloyarleiðini, um neyðugt verður at taka Rituna úr siglingini, men fugloyingar halda ikki, at tríkiljan er egnað til ta farleiðina. Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at skipakøn fólk á Strandferðsluni hava roynt slíkar tríkiljur í Noregi, og tær roynast sera væl. Teirra millum er bara ein, ið sjálvur ella sjálv hevur tikið steroidir, men seks prosent meta kortini, at tað er lætt at fáa fatur á steroidum í Føroyum. Vit hoyra søgur úr Søguskríninum, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út. Jan Loof skrivaði og Pauli Nielsen týdd til føroyskt. Vár Berghamar Jacobsen lesur. Hoyr sendingina her Petur Hans Dahl, Sámal Samuelsen, Hans Berg Hansen, Finnbjørn Vang, Hans Samró, Brynjálvur Nattestad og Leivur Nattestad Leyvuungarnir vaksa og fartast í øllum grannalagnum. Teir ætla at hevna seg inn á ein búffil, men ein lítil ormur fær teir at brúka vit og skil aftur. Flippa hevur lært nakað, tá mamma fær hana í øllum góðum burtur frá hinum fylginum hon fer ikki at strúka aftur í bræði. Fílip lærir av at síggja stóru kallfílarnar berjast, og hann skilir, at hann má venja nógv. Selvi skal nú venja seg við lívið í sjónum, men her er heldur ikki vandaleyst. Vit hoyra søgur úr Søguskríninum, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út. Páll Danielsen lesur søgurnar Bukkarnir Brúsi, sum Pauli Hansen týddi til føroyskt og Haran og Snigilin, sum Jóannes Enni týddi til føroyskt. Vit hoyra søgur úr Søguskríninum. Vár Berghamar Jacobsen lesur ævintýrið Úlvurin og tey sjey geitarlombini eftir Brøðrunum Grimm. Heðin Brú týddi til føroysk. Vit vóna, at tað, sum fer at henda í ár longu, tað er, at man hevur samband umborð á flogfarinum, sum næstan hevur verið einasta staðið, har man ikki hevur samband, sigur Árni Olsen, marknaðarleiðari í Atlantic Airways. Talan er um nýggja tøkni, sum ger, at tað ikki er neyðugt við nýggjum antennum og øðrum, og tískil verður ferðaseðlaprísurin eiheldur ávirkaður. Sambært Árna Olsen er talan um eitt sokallað low bandwidth samband. Tað merkir, at kundar til dømis ikki kunnu stroyma beinleiðis og surfa á netinum, men ferðandi fáa samband til internetið, og hjá Atlantic Airways vænta tey, at hetta fer at nøkta tørvin hjá kundunum. Vit hoyra søgur úr Søguskríninum. Páll Danielsen lesur ævintýrið Lorkuleggur eftir Brøðrunum Grimm, Niels Jákup Thomsen týddi til føroyskt. Hon eitur Marita Mortensen, og gekk á odda, tá hoyvíksgenturnar gjørdu tað ógjørliga og vunnu á greipuvinnarunum VíF enntá á útivølli. Í sendingini er samrøða við hesi fólkini Thorvald L tzen Anni L tzen Malan Zachariasen Hergeir Skoradal Sólrun Sesilia L tzen Sigtór L tzen Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, sigur, at Mentamálaráðið umhugsar at senda R7 eina áminning um fjølmiðlaetisku leiðreglurnar. Pauli Trond Petersen, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, finst hvassliga at R7, sum sambært honum varpar út haturstalu og rasismu við almennum stuðli. Ivi er nú sáddur um gegnið hjá Kristiani Eli Zachariassen, limi í Havna og Vinnunevndini, í hesum málinum. Orsøkin er, at Kristian Eli Zachariassen sjálvur starvast hjá Bakkafrost. Bakkafrost hevur sent Klaksvíkar kommunu umsókn at innhegna 50 metrar langt øki á havnalagnum í Klaksvík , fyri at halda ferðslu burtur. Hilmar Høgenni frá kommunala eftirlitinum sigur, at eingin hevur sent eina klagu inn til teirra um gegni hjá Kristiani Eli Zachariassen í hesum málinum. Kommunala eftirlitið kann av sínum eintingum taka mál um gegni upp til viðgerð, men tað hava tey ikki tikið støðu til í hesum málinum, og tí vilja tey heldur ikki gera nakrar viðmerkingar til ítøkiliga málið. Kommunan hevur sostatt ikki hildið sínar egnu ásetingarnar í almennu byggisamtyktina um, at eitt parkeringspláss skal verða til hvønn 75 fermetur av íbúð, sum verður bygd. Vit hava í dag roynt at fingið viðmerking frá forkvinnuni í byggi og býarskipanarnevndini hjá Tórshavnar kommunu, Marin Katrinu Frýdal, men tað hevur ikki eydnast okkum. Í Dag og Viku fríggjadagin vísti leiðslan, stýrið fyri Skúlan við Løgmannabreyt, foreldur og grannar á, at tey halda, at ferðslutrygdin á Karlamagnusarbreyt í Hoyvik, sum eisni er skúlavegur, er versnað munandi, hóast kommunan fyri einum lítlum ári síðani lovaði at bøta um trygdina. Jákup Dam, formaður í teknisku nevnd, viðurkendi ferðslutrupulleikan á Karlamagnusarbreyt, og segði at kommunan átti at hava gjørt meira fyri at bøta um ferðslutrygdina, millum annað at broya byggisamtyktina, so bygt varð longri inni á grundstykkjunum. Talan er um eitt uppskot um at broyta lógina um meirvirðisgjald, so bilasølur skulu gjalda meirvirðisgjald fyri seldar bilar, sum upprunaliga eru skrásettir sum leigubilar. Ein av orsøkunum til uppskotið er, at ábendingar eru um, at bilar verða skrásettir sum leigubilar, men ikki eru leigubilar, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, sum eigur lógaruppskotið. Av tí at ivi er um, nær lógin er galdandi, hevur Kristina Háfoss boðað Fíggjarnevndini frá, at lógin er galdandi frá framløgudegnum, sum var 28. september. Bilar, sum eru skrásettir sum leigubilar fyri tann dag, sum er 28.september, kunnu tí seljast uttan meirvirðisgjald eftir galdandi lóg. Millum tær tilnevndu eru danska Pernille Harder og norska Ada Hegerberg. Fyrrverandi forsetin í Katalonia fer at umboða Katalonia á ráðstevnu um tjóðskaparligan sjálvsavgerðarrætt, sum Tjóðveldi skipar fyri fríggjadagin. Umframt Puigdemont koma Kenneth Gibson, tingmaður i skotska tjóðskaparflokkinum SNP, og leiðarin fyri fullveldisrørsluna í Ný Kaledonia, Daniel Goa, á somu ráðstevnu, sum verður í Norðurlandahúsinum í Havn fríggjadagin. Eingin kæra var um ætlanina at gera berghol millum Øravík og Fámjin, men øll slík mál fara í Yvirfriðingarnevndina, eftir at friðingarnevndin á staðnum hevur avgreitt málini. Yvirfriðingarnevndin hevur verið á staðnum, og tað næsta, sum nevndin ætlar, er at hava fund við Náttúru og umhvørvisfelagið. Ikki er avgjørt, nær tann fundurin verður, sigur skrivarin hjá nevndini, Peter Fl gge. Fortnite er sera vælkent og vælumtókt telduspæl, sum børn í øllum aldri í Føroyum spæla. Tey spæla Fortnite á telefon, playstation og teldu. Fortnite hevur 12 ára aldursmark. Vit vilja hoyra meira um spælið og hesa ferð fer Bogi Mikkelsen, sum gongur í 9.flokki at greiða frá. Eisini siga børn sína hugsan um spælið. Lars Olsen, landsliðsvenjari, og Hallur Hansson, spælari, vænta, at mótstøðan verður hørð, men teir síggja tó eisini møguleikar fyri at vinna sær trý stig í kappingini. Fortnite er sera vælkent og vælumtókt telduspæl, sum børn í øllum aldri í Føroyum spæla. Tey spæla Fortnite á telefon, playstation og teldu. Fortnite hevur 12 ára aldursmark. Kathrina Lindenskov Holm, sálarfrøðingur fer at greiða frá. Eisini siga børn sína hugsan. Fortnite er sera vælkent og vælumtókt telduspæl, sum børn í øllum aldri í Føroyum spæla. Tey spæla Fortnite á telefon, playstation og teldu. Fortnite hevur 12 ára aldursmark. Elin Michelsen, sum er foreldur og heldur fyrilestur um børn og internet, fer hesa ferð at greiða frá. Eisini siga børn sína hugsan. Mikines flutti aftur til Føroyar eftir seinna heimsbardaga. Ákærurnar um tilknýtið til danska nasistaflokkin tóku honum fast, og hann kom í eina djúpa kreppu. Tað var ikki fyrr enn hann flutti aftur til Keypmannahavnar tíðliga í 1950 unum, at hann fann stevið aftur. Hann giftist fyri aðru ferð, og donsku ummælarnir hildu hesi árini, at ongin kundi kappast við hann um dramatikk og lit. Ógvisliga misnýtslan av nervamedisini og rúsdrekka fingu tó alt størri ávirkan á hann. Tá Mikines kom fyri eini druknivanlukku á Bornholm í 1969, broyttist hann. Síðstu tíggju árini av lívinum sat hann ofta avbyrgdur á sinnisjúkrahúsi. Mikines andaðist í Keypmannahavn í 1979. Hálvan juni løgdu tey trý manningarfeløgini, Skipara og navigatørfelagið, Maskinmeistarafelagið og Fiskimannnafelagið, málið um kvotukeyp sum loyvdan felagsfrádrátt av óbýttum í Fasta gerðarrættin. Reiðarafelagið vísir á ein gerðarrættarúrskurð frá 2013, har tað verður staðfest, at reiðarar hava rætt til at draga frá útreiðslur frá uppboðssøluni í 2011, áðrenn manningin varð avroknað. Einki stendur í lógini um sjófeingi um hetta, tí ætlanin hjá Fiskimálaráðnum var ikki, at manningin skal missa, tí reiðarar keypa fiskirættindi. Fortnite er sera vælkent og vælumtókt telduspæl, sum børn í øllum aldri í Føroyum spæla. Tey spæla Fortnite á telefon, playstation og teldu. Fortnite hevur 12 ára aldursmark.Hesa ferð fara vit ein túr við mikrofonini inn í flokkar at spyrja, hvussu nógv spæla Fortnite. Eisini eru vit í einum barnagarði, og har spæla tey eisini Fortnite. Vit spyrja námsfrøðing um málburðurin er broyttur seinastu tíðina. Børn siga sína hugsan um Fortnite. Amerikanski forsetin, Donald Trump, bað vegna alla amerikansku tjóðina nýttilnevnda hægstarættardómaranum, Brett Kavanaugh, um umbering, tá hann tók ímóti Kavanaugh í Hvítu Húsunum í gjár. Áðrenn hann varð tilnevndur hægstarættardómari, varð Brett Kavanaugh lagdur undir at hava framt kynsligan ágang móti einari kvinnu fyrst í áttatiárunum. Landsrætturin í Íslandi fer mánadagin 29.oktober at viðgera málið hjá Thomasi Møller Olsen, sum fyri einum stívum ári síðani fekk 19 ára fongsulsrevsing fyri at beina fyri 20 ára gomlu Birnu Brjánsdóttir og fyri at smugla 23 kilo av hashi. Stovnurin fyri almannamál í Danmark hevur meldað eitt starvsfólk, sum hevur misnýtt sína støðu sum álitisfólk og hevur framt fíggjarundandrátt fyri 111 milliónir krónur, til løgregluna. Danska Bakmanspolitiið hevur eftirlýst starvsfólkið umvegis Interpol talan er um eina altjóða eftirlýsing, tí kvinnan ikki er í Danmark. Danski ríkisadvokaturin sigur við Danmarks Radio, at tey eru komin langt í kanningararbeiðinum og hava eina greiða mynd av, hvat ítøkiliga er hent og nær. Tí er næsti leikur at handtaka kvinnuna, sum altso er undir illgruna fyri í 16 ár at hava flutt 111 milliónir krónur á sína egnu privatu konto. Solrun Stefanson hevur kent á egnum kroppi, hvussu tað er at hava sálarløst. Hon varð fyri nøkrum árum síðan innløgd við tunglyndi og posttraumatiskari strongd, men er í dag komin væl burturúr tí og lestur á Fróðskaparsetrinum, 54 ára gomul. Hoyra søguna hjá Solrun. Fleiri og fleiri ung fáa sálarligar avbjóðingar, og ein teirra er Birita Durhuus, ið sum 12 ára gomul varð rakt av tunglyndi. Birita sigur okkum sína søgu, og hvat skuldi til fyri at venda gongdini rætta vegin. Og ung og sálarheilsustøða er ein av spurningunum, ið vit umrøða saman við Tóru Petersen, sálarfrøðingi, sum hevur granskað í júst hesum spurningi. Hvørjar eru umstøðurnar hjá sálarliga sjúkum fólkum í Føroyum er ein av spurningunum, vit venda við Suna Poulsen, leiðandi sálarfrøðingi á Psykiatriska Deplinum. Hvat er ABC sálarheilsa, og hvønn týdning hevur rørsla fyri tína sálarheilsustøðu, eru millum spurningarnar, ið vit seta Fólkaheilsuráðnum, tá Monica Mohr kemur á gátt. Altjóða sálarheilsudagur er mikudagin 10. oktober. Hví er tað neyðugt við einum sálarheilsudegi, spyrja vit Róu Midjord, forkvinnu í Sinnisbata. Ognin, Sundsvegur 10, er ikki á sølulistanum hjá Skyn longur. Hon var til sølu á heimasíðuni hjá Skyn í síðstu viku fyri 12 milliónir krónur. Tað stendur í treytunum og skyldunum fyri at fáa sendiloyvi. Tí umhugsar Rigmor Dam, landsstýriskvinna í Mentamálum nú at senda eina áminning til R7 um at halda seg til treytirnar. MEN spurningurin um treytirnar fyri at fáa miðlastuðul skulu broytast, er ikki so einfaldur. Vit hava eisini tosað við formannin í miðlastuðulsnevndini, Magnus Dam. Hann sigur, at nevndin heldur seg til tær ásetingar, ið eru í lógini, tá ið hon skal býta stuðul út, og tað er upp til politiska myndugleikan, um hesar ásetingar skulu broytast. Miðlastuðulsnevndin fer í næstum at býta miðlastuðul út. Orsøkin til, at málið hevur drigið út, er, at einki tilfar var við, tá tann eina milliónin varð sett í fíggjarlógina, sigur Rigmor Dam. Í hesum málinum verða pengar játtaðir til at granska tilfarið hjá Beta. Eingin onnur upplýsing er, sigur Rigmor Dam. Tað var eftir uppskoti úr Fíggjarnevndini, at løgtingið játtaði eina millión krónur til at granska tilfarið hjá P f Beta. Tað hevur Grannskoðaranevndin staðfest við einari sekt upp á 100.000 krónur til Hans Laksá, grannskoðara, sum arbeiðir hjá grannskoðanarvirkinum Januar. Sektin er latin, tí sambært Grannskoðaranevndini hevur Hans Laksá hjálpt einum viðskiftafólki at gera roknskapin, sum hann síðani sjálvur hevur grannskoðað. Hans Laksá sigur, at hann hevur bara hjálpt við elektronisku uppsetingini, so roknskapurin var samsvarandi nýggju roknskaparreglunum. Landsstýrið mælti til at játta Landssjúkrahúsinum tíggju milliónir krónur, men samgongan vildi heldu játta fýra milliónir krónur meira, sum tveir andstøðulimir, Bárður á Steig Nielsen í Sambandsflokkinum og Bill Justinussen í Miðflokkinum, skutu upp. Minnilutin í Fíggjarnevndini, Jacob Vestergaard og Kristin Michelsen, mælti tó til at taka undir við uppskotinum hjá landsstýrinum. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, bað løgtingið um tíggju milliónir krónur til Landssjúkrahúsið, sjey milliónir til raksturin og tríggjar milliónir til serviðgerðir uttanlands. Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur annars sagt, at taka samgongufólk undir við uppskoti hjá andstøðuni, sum kosta nógvar pengar, er eingin samgonga longur Hesa ferð Suma vit Silju. Tað ringasta, sum man kann hugsa sær, hendi fyri Silju. Hon misti annað av foreldrunum. Pápi hennara doyði, tá ið hon var 5 ára gomul. Rasmus Magnussen var ferðaleiðari hjá einum ferðalagi, sum skuldi úr Føroyum til Danmarkar at hyggja at dystinum í Parkini millum Danmark og Føroyar. Meðan hann sat og bíðaði eftir, at flogarið skuldi fara, legði hann til merkis, at øll atgongumerkini til dystin vóru gloymd eftir við check in. Tankin um, hvør avleiðingin kundi verið, um atgonguimerkini til dystin vóru eftir í Føroyum, hevur mangan vitjað aftur, sigur Rasmus Magnussen. Hoyr sendingina her Luttakarar Asfinn Sigvardsen, Janus Ryggshamar, Edvin Joensen, Kristian Joensen, Rasmus Magnussen, Guttormur Sørensen, Carla Martha Josenius Mikkelsen og Gunnvá Mohr Heitið, einglamammur, er ikki vanligt í Føroyum, men Carla vendi sær til ein danskan facebookbólk, sum eitur Spruttegruppen, har fleiri einglamammur eru, sum fara út á donsk sjúkrahús. Her greiða Carla Josenius Mikkelsen og Gunnvá Mohr frá sínum upplivingum og eisini greiða tær frá minningardegnum, sum verður hildin í hølunum hjá Beranum mánadagin 15. oktober. Hagstova Føroya hevur víðkað løntakarahagtølini við talvum um føðiland og ríkisborgaraskap. Útlendingar eru her lýstir sum persónar við øðrum enn donskum ríkisborgararskapi, sum hava skrásettan bústað í Føroyum. Lutfalsliga eru flestu útlendsku løntakararnir at finna í húsarhaldstænastum, so sum reingerð, ruskinnsavnan og annað Her eru tey 14,5 prosent Fortnite er sera vælkent og vælumtókt telduspæl, sum børn í øllum aldri í Føroyum spæla. Tey spæla Fortnite á telefon, playstation og teldu. Fortnite hevur 12 ára aldursmark. Jan Ziskasen, sum er stjóri á Føroya Tele og heldur fyrilestur um tøkni, fer at greiða frá. Eisini siga børn sína hugsan. Hetta var 73. ferðin, at ST skipar fyri aðalfundi, og millum evnini hesaferð vóru heimsfriður, veðurlagsbroytingar og heimsmálini. Hesin mentanarmikudagin í Nón byrjar við symfoniskum tónleiki, tí í morgin kemur út fløgan Voyage við 12 løgum, sum Óli Jógvansson hevur gjørt og trý symfoniorkestur hava spælt inn. Málið er at koma út heim við fløguni, sigur Óli Jógvanson. Fríggjadagin 12. oktober letur Anker Eli Petersen upp listaframsýning í Gallerí Focus. Fjøltáttaði listamaðurin kemur í Nón, og vit tosa við Anker Eli um um lív, virki og ítøkiligu framsýningina. Heildarætlan fyri sálarliga heilsu í Føroyum varð handað landsstýriskvinnuni í heilsumálum á sjálvum altjóða sálarheilsudegnum. Hvat snýr hetta seg um, hvør er hugsjónaðarliga mentanin aftan fyri ætlanina og hvussu betra vit sálarligu heilsuna hjá føroyingum. Tórmóður Stórá, leiðandi yvirlækni á psykiatriska deplinum, vitjar Nón fyrst í seinna tímanum. Hvat er á skránni í heyst hjá Norðurlandahúsinum. Tað fara vit at frætta meira um hjá nýggja stjóranum í Norðurlandahúsinum, Gunn Herness, síðst í sendingini. Hetta er ein dreymur, eg havi gingið við í nøkur ár. Nú fari eg royna, hvussu langt hetta røkkur úti í heim. Soleiðis sigur Óli Jógvannson, sum sjálvur hevur tikið stig til at fáa 12 av sínum løgum innspæld av trimum symfoniorkestrum. Útgávan, sum hevur heitið Voyage, kemur út í hesum døgum. Hoyr samrøðuna við Óla Jógvansson um spennandi útgávuna her. Avleiðingarnar av langtíðar fátækradømi kunnu vera álvarsligar, serliga fyri børn. Og tað eru serliga einlig foreldur við smáum børnum, sum eru í størst fátækraváða. í sendingini skifta vit orð við Hera Petersen, fulltrúa, Jóannes Jacobsen, búskaparfrøðing, Eriku Anne Hayfield, samfelagsfrøðing, Siri Joensen og Barbaru Olsen, sosialráðgevar tær verða nevndar málsviðgerðar í sendingini, sum ikki er rætt . Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna, og Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum siga sína hugsan um fátækradømi, og Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, um hvat hon ætlar at gera við trupulleikan síðstu tíðina í landsstýrissessinum. Nevndin fer at viðgera uppskotini hjá Sjálvstýri og hjá Sonju Jógvansdóttur, uttanflokkatingkvinnu, um at geva kommununum loyvi til at útvega leigubústaðir. Umboð fyri felagsskapin Búgva, smápartafelagið Mark, Kommunufelagið, Lív, Bústaðir, og umboð fyri Tórshavnar, Klaksvíkar og Fuglafjarðar kommunu eru boðin á fund við nevndina at siga sína hugsan um uppskotini hjá Sjálvstýri og Sonju Jógvansdóttur. Næsti tingfundur er týsdagin 23.oktober, og tá er eisini næsti nevndarfundur. Tá hava limirnir hjá løgtinginum í Norðurlandaráðnum fund. Búnaðarstovan fer nú undir at selja ullina, sum varð savnað inn í ullarmóttøkuni í summar. Tað skrivar Búnaðarstovan á heimasíðuni. Koda grunnurin, sum nevndin í Felagnum Føroysk Tónaskøld umsitur, fær á hvørjum ári slakar 400.000 krónur at býta til mentanarlig endamál í Føroyum. Fyrsta innslag snýr seg um Koda grunnin, sum á hvørjum ári fær slakar 400.000 krónur at býta til mentanarlig endamál í Føroyum nevndarlimirnir smæðast ikki burtur at søkja sjálvir. Ferðavinnufelagið hevur skrivað til Fíggjarnevndina og biðið um fund, tí felagið vil sleppa at siga sína hugsan um ætlanina hjá landsstýrinum at broyta lógina um meirvirðisgjald, so bilasølur skulu gjalda meirvirðisgjald fyri seldar bilar, sum upprunaliga eru skrásettir sum leigubilar. Í grundgevingini stendur, at Fountainhúsið á fyrimyndarligan hátt hjálpir fólki við sálarligum trupulleikum og avbjóðingum at fáa ein innihaldsríkan gerandisdag, og at starvsfólkini hava eina sera jaliga og fevnandi medfer. Tey síggja tað stóra í hvørjum einstaka heldur enn at síggja forðingar , stendur millum annað í grundgevingini fyri at lata Fountainhúsinum sálarheilsuvriðislønina. Nakað soleiðis sigur Lars Olsen, venjari hjá føroyska fótbóltslandsliðnum, fyri dystin móti Aserbadjan á Tórsvølli í kvøld í Nations League kappingini. Føroyar vunnu farna mánað á heimavølli 3 1 á Malta, men taptu annan dystin á útivølli 2 0 fyri Kosovo. Dysturin í kvøld er tann triði hjá Føroyum í nýggju Nations League kappingini. Útvarpið byrjar at senda av Tórsvølli eftir tíðindini klokkan seks, og sjónvarpið setur oman á Tórsvøll eftir Dag og Viku í kvøld. Nakað soleiðis sigur Lars Olsen, venjari hjá føroyska fótbóltslandsliðnum, fyri dystin móti Aserbadjan á Tórsvølli í kvøld í Nations League kappingini. Føroyar vunnu farna mánað á heimavølli 3 1 á Malta, men taptu annan dystin á útivølli 2 0 fyri Kosovo. Dysturin í kvøld er tann triði hjá Føroyum í nýggju Nations League kappingini. Útvarpið byrjar at senda av Tórsvølli eftir tíðindini klokkan seks, og sjónvarpið setur oman á Tórsvøll eftir Dag og Viku í kvøld. Og bakkar eru Peter Krogh, H71, Brandur Halgirsson, H71, Hans Eli Sigurbjørnsson, KÍF, Rúni Vest Højgaard, H71, Áki Egilsnes, KA og Kjartan Johansen, Viking Stavanger. Allan Norðberg verður við móti Montenegro, men ikki móti Danmark. Hans Eli Sigurbjørnsson verður við móti Danmark, men ikki móti Montenegro. Montenegro verjur vanliga 3 2 1, og tá er tørvur á einum kvikum vongspælara sum Allani. Danmark hevur vanliga eina 6 0 verju, og tá verður tørvur á Hans Eli, sum er fimur í fótskiftinum og kann geva donsku verjuni avbjóðingar, sigur landsliðsvenjarin. Báðir dystirnir vera á útivølli. Tann fyrri verður spældur í Montenegro mikudagin 24. oktober. Dysturin móti Danmark verður í Skjern leygardagin 27. oktober. Føroyar hava heimadyst móti dønum í Jyllandi, tí evropeiska hondbóltssamgongan EHF hevur kolldømt høllirnar í Føroyum til altjóða dystir. Umframt Høgna Hoydal, formann í Tjóðveldi, sum hevur boðið Carles Puigdemont til Føroya, eru Poul Michelsen í Framsókn og Jenis av Rana í Miðflokkinum rættiliga positivur um vitjanina hjá fyrrverandi katalonska leiðarinum. Teir, sum eru mest ivasamir, eru Bárður á Steig Nielsen úr Sambandsflokkinum og Jógvan Skorheim úr Sjálvstýri. Útvarpið hevur spurt allar floksformenninar, hvat teir halda um, at Carles Puigdemont kemur til Føroya, og um teir fara at heilsa upp á mannin. Ríkisadvokaturin ger av, um Óli Breckmann skal ákærast fyri at bróta grein 266B, tí hann á útvarpsrásini R7 kallaði forsetan í Norður Korea fyri eitt skeivoygt sosialistiskt knetti. Fyrst í næstu viku sendir fútin málið til Ríkisadvokatin við einum tilmæli haðani. Hvat tað tilmælið er, vil Linda M. Hesselberg, varafúti, ikki upplýsa. Grein 266B í revsilógini sigur, at tann, sum alment ella við størri útbreiðslu í hyggju, setir fram útsøgn ella boðskap, ið hóttir, spottar ella eyðmýkir persónsbólk orsakað av rasu, húðarliti, tjóðskaparligum ella etniskum uppruna, trúgv, kynsligum samleika ella breki, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til tvey ár. Góðan morgun Føroyar hevur vitjað nýggja Lugarið við bátaylin. Samrøður eru við Kristian Joensen, Edvin Joensen og Janus Ryggshamar, havnaumsjónarmann Heiðrikur á Heygum hevur gjørt ein føroyskan pinup kalendara. Hvat er ein pinup kalendari og ein pinup kvinna. Og er hetta ein provokatión móti feminismuni Heiðrikur á Heygum vitjar í Nón. Í gjár fekk Fountain húsið ársins sálarheilsuvirðisløn. Suna Mørk og Súsanna Winther Poulsen koma í útvarpsstovuna til eitt prát um arbeiðið hjá Fountain húsinum. Í dag eru júst 50 ár síðan fyrsti filmurin Olsenbanden hevði premieru í donsku biografunum, tann 11. oktober 1968. Vit viðgera Olsenbanden saman við Birgir Kruse. Meira av tí mesta av tí besta er ein nýggj savnsútgáva hjá Ævintýrferðini, sum kemur út í morgin. Vit fáa vitjan av helvtini av Ævintýrferðini, tá ið Búi Egason Dam og Dánjal á Neystabø koma á gátt. Vælkomin til ein heitan hósdag í Nón. Hann skal hava framløgu um tjóðskaparligan sjálvsavgerðarrætt saman við umboðum fyri sjálvstýrisrørslurnar í Skotlandi og Ný Kaldonia. Í Spania er Puigdemont saman við øðrum ákærdur fyri uppreistur, at eggja til uppreistur móti sponsku stjórnini og fyri at hava misbrúkt almennar pengar. Hann hevur tó ikki verið rættinum í Spania enn, tí hann rýmdi av landinum og hevur síðan búð í Belgia. Ákærurnar í Spania eru tó framvegis galdandi, men einans í Spania. Tí kann hann ferðast í Evropa, men sleppur ikki inn í Spania uttan at skulu møta í rættinum. Upp undir dystin varð sagt, at hetta var ein dystur, sum skuldi vinnast, men líka løgdu gestirnir í. Tí teir fóru avstað aftur við trimum stigum og trimum málum í móti ongum. Og harvið legði føroyska liðið rygg til stórtap á heimavølli í hesi kappingini. Atli Gregersen, helt fyri eftir dystin, at tað føldist ikki sum eitt stórtap, tí hann helt, at liðið skapti tað, sum liðið skuldi skapa. Vit fáa bara ikki bóltin inn, samstundis sum vit eru ikki nóg konsekventir harafturi. Men eg havi eina betri kenslu nú enn eftir dystin í Kosovo, sjálvt um vit tapa við trimum, segði føroyski liðskiparin. Eg skal ikki burturforklára nakað, men hetta følist ikki sum eitt 3 0 tap. Hinvegin vit hava fingið bank, og tað mugu vit bara góðtaka, segði Jóannes Jakobsen sjónliga vónbrotin. Lars Olsen, venjari, ásannaði, at fleiri býtt mistøk vórðu gjørd í dystinum, og tað kostaði mál. Og at tað er sera trupult hjá Føroyum nú. Dysturin sunnudagin verður eisini trupul, tí eg meti Kosovo vera eitt betri lið enn Aserbadjan, men vit skulu kortini royna at vinna tann dystin, og so mugu vit síggja, hvussu langt tað røkkur, segði landsliðsvenjarin. Heldur vóru tað gestirnir, ið dugdu at fáa mál burtur úr sínum møguleikum og endaðu við at vinna 0 3. Richard Almeida skeyt fyrsta og triðja málið, meðan Dimitri Nazarov skeyt annað málið. Málið til 0 3 var brotsspark. Tá hugsað verður um tal av møguleikum, var vónin um at koma innaftur í dystin eftir steðgin, avgjørt tilstaðar, men ístaðin verða vit avbukaðir, segði Andr Olsen, viðmerkjari í sjónvarpsstovuni. Føroyska liðið hevði fleiri royndir seinastu løtuna, men hepnið var ei heldur við spælarunum. Millum annað fór ein bóltur á tvørtræið, og málverjin hjá Aserbadjan hevði eisini eina stórbjarging. Heilsu og Innlendismálaráðið vil hava málið um borgarstjórasessin og løgtingsessin á skrá á næsta býráðsfundi hjá Tvøroyar býráð. Tað er andstøðan í býráðnum, sum hevur vent sær til Heilsu og Innlendismálaráðið, sum hevur eftirlit við kommunum. Sjálvt um tað er borgarstjórin, ið gevur fundarboð og fyrireikar kommunustýrisfundir, so er markið fyri, nær borgarstjórin kann nokta at seta eitt mál á skrá, sum ein býráðslimur hevur ynkst at fáa á skrá, avmarkaður, sigur heilsu og innlendismálaráðið. Tað, at nógvir ivarspurningar eru, ið borgarstjórin vil hava nærri útgreinað, er ikki í sjálvum sær nóg mikið til at nokta einum kommunustýrislimi at fáa mál á skrá, skrivar heilsu og innlendismálaráðið. Heilsu og Innlendismálaráðið vil við hesum heita á borgarstjóran um at seta omanfyrinevnda mál á skrá til næstkomandi býráðsfund, endar brævið frá ráðnum til Kristin Michelsen borgarstjóra, sum Kringvarpið hevur fingið innlit í. Listaverk og lutir, sum eru knýttir at postvirkseminum, hava ávíst peningaligt virði, men meiri umráðandi er, at lutirnir hava søguligt virði fyri føroyingar og føroysku postsøguna. Hann sigur, at gávan, serliga stempul, skjøl og yvirstemplað frímerki, sum Postverk Føroya fekk frá Det Danske Postvæsen í 1976 í sambandi við yvirtøkuna, er partvís tøk og er í varðveitslu hjá Posta. Talan er um lutir og skjøl, sum helst av misgáum eru burturbeind í sambandi við, at lutirnir eru fluttir so ofta seinastu nógvu árini. Hvørja viku hevur heimsins størsta tónleikastroymingartænasta Spotify ein spælilista við verkum eftir eitt tónaskald, sum skrivar klassiskan tónleik. Composer Weekly eitur spælilistin, sum hesa vikuna hevur valt 30 verk eftir Sunleif Rasmussen at vísa fram. Sjálvur helt Sunleif Rasmussen, at talan mátti vera um eitt mistak, tá hann fekk boðini, men hann fegnast um heiðurin og vónar, at tað verður eins og Kristin Blak úr plátufelagnum Tutl sigur, at hetta kann føra til fleiri bíleggingar av verkum eftir Sunleif Rasmussen. Tað er í bólkinum fiskivinnu og øðrum ráevnisvinnum, at lønirnar eru minkandi, meðan í hinum vinnugreinabólkunum sæst ein lutfalsliga javnur vøkstur. Nú sigur Pætur Rasmussen hjá Atlantic Airways við Check In.dk, at felagið arbeiðir við einari ætan um at flúgva til Amsterdam næsta summar, men tað veldst um Atlantic Airways fær loyvi til at seta seg har. Tá segði Anita Wagner Feddersen, sum umboðar Air France KLM í Danmark, við Check In.dk, at tey vilja gera tað lættari hjá teimum, sum vilja flúgva til Føroya. Enn er alt ov nógv laksalús á føroysku firðunum. Tað sæst á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu Starvstovuni, sum almannakunnger lúsateljingarnar, ið Fiskaaling ger. Í juni 2016 lýsti landsstýrismaðurin í vinnumálum eina kunngerð, sum lækkaði markið fyri, hvussu nógvar lýs eitt alibrúk kundi hava. Markið varð lækkað úr tveimum niður í hálva aðru kynsbúna kvennlús í miðal fyri fiskin. Men lúsakunngerðin, sum kom í gildi 28. juni í 2016, er brotin heilar 30 ferðir seinasta árið, sæst í yvirlitinum, sum Heilsufrøðiliga starvstovan almannakunnger á heimasíðuni. Í trimum førum er tað Marine Harvest, sum hevur meira enn hálva aðru lús í hvørjum laksi, og í øllum hinum førunum, tað vil siga 27 ferðir, hevur Bakkafrost ov nógva lús. Hiddenfjord, ella Luna, sum felagið eisini eitur, hevur hildið seg undir markinum, vísa tølini hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni fyri seinasta árið. Talið er tvífaldað hvønn mánað síðani august, og er tríggjar ferðir loyvda markið í oktober tað er 4,9 kynsbúnar kvennlús í miðal fyri hvønn laks. Marin Gaardlykke, ferðslusamskipari hjá Strandferðsluni, sigur við útvarpið, at talan er um tvær broytingar higartil. Tað eru Smyril og Teistin, sum avlýsa túrar. Enn eru bussleiðirnar ikki ávirkaðar av vánaliga veðrinum, men tað kann væntast, at tað verða onkrar broytingar, sigur ferðslusamskiparin. Tíðin, sum kom var torfør. Sára hevði onki sjúkuinnlit, so tá ið hon fekk diagnosuna at vita frá heilsuverkinum, reageraði hon við vantrúgv og tunglyndi. Endin verður, at hon noyðist at siga farvæl við sítt lærarayrki, og kann ikki vera heima einsamøll, men má fara við Páli til arbeiðis. Luttakarar Bjarni Djurholm, fyrrverandi politikarar, Hanna Jensen, forkvinna í løgtingsins mentanarnevnd, Eirkur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum og Heini Gaard, tíðindaleiðari í Kringvarpinum. Hoyr sendingina her Lutakarar Hanus Kjølbro, Sigrið Rasmussen, Jens Marni Hansen, Ólavur á Váli Olsen, Marjun Dalsgaard og Dennis Holm Avrikslistar kunnu fevna um størri og smærri mál. Persónlig og ella faklig mál. Lágpraktisk mál so sum innkeyp, at heinta bilin á verkstaðnum ella at minnast til at keypa eina føðingardagsgávu. Lívsmál, mánaðarmál, viku ella dagsmál. Mál, vit vóna fara at broyta okkara lív og veran til tað betra. Mál, sum vit trúgva, fara at geva okkum eina kenslu av, at vit hava rokkið einhvørjum, vit vóru vís í, fór at geva okkum eina kenslu av nøgdsemi, framgongd, persónligum avriki og so framvegis. Eitt flugbein verður sett so var hetta ikki eftir. Men hví seta vit menniskju okkum mál Hví hava vit tørv á at hava yvirlit yvir tað, vit skulu ella ynskja at avrika í lívinum og í gerandisdegnum Hvørji eru málini Hvørji mál viga tyngst og hvørji viga lættast og hví Hvussu røkka vit málunum, og tá vit røkka tey ella ikki hvørjar kenslur vekir hetta í okkum, og gerast vit nøgd, tá flugubeinið er sett gerast vit vónbrotin og kedd, tá flugbeinið ikki verður sett Fyri at svara hesum spurningum havi verið á rannsóknarferð í to do ella avrikslistunum hjá seks ymiskum føroyingum, og eg bjóðaði teim av við soljóðandi uppgávu Sig mær frá tínum avrikslista. Uppgávan varð skipað soleiðis, at tey vórðu biðin um at velja fimm tey fremstu málini á teirra lista. Avrikslistin kundi fevna um øll sløg av málum, tað vil siga alt frá lívsmálum til dagsmál. Onki mál ov stórt onki mál ov smátt. Einasta kravið var, at tey greiddu mær og tykkum frá, hví tey høvdu júst hesi mál á listanum, hvørjar kenslur tað vakti í teimum, tá tey rukku ella ikki rukku málunum, og um teirra hugsanir um fyribrigdið To do ella avrikslistar. Í hesi fyrstu sendingini av trimum hitta vit Meinhard Jensen, master í enskum og miðnámsskúlalærari, og Jóhonnu Andreasen, sjúkrarøktarfrøðingur og kveikjari í ALS. Rúni Nielsen, whiskykennari, greiðir frá um skotsku oynna Islay, har umleiði 3000 fólk búgva. Hóast oyggin er lítil, er hon kend fyri fleiri av heimsins bestu whiskysløgum. Rúni tekur samanum hetta staðið, umframt at hann tosar um Lagavulin whisky. Rúni sigur, at tað gerst alsamt meiri trupult at fáa fatur á gomlum whisky, so gongdin í dag er, at distilleraríiini tappa whisky, tá tað er yngri fyri at nøkta eftirspurningin. Hetta er spell, heldur Rúni, tí whisky ið verður verri av tí tað smakkar meiri sprittut, tá tað ikki hevur ligið á tunnu so leingi Hetta eigur at verða broytt. Tað sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti, nú lúsatølini hjá fyritøkuni hava ligið oman fyri markvirðið 27 ferðir seinasta árið. Marine Harvest hevur ligið oman fyri markvirðið tríggjar ferðir, men Luna ongantíð hevur ligið oman fyri markvirðið. Tí arbeiðir Bakkafrost við at fara undir at ala størri smolt og at brúka rognkelsi í alibrúkunum, men tað tekur tíð, sigur Regin Jacobsen Hóast lúsakunngerðin verður brotin ofta, sambært almennu tølunum hjá Heilsufrøðiligu Starvstovuni, er hon væleydnað, tí vit brúka minni heiligvág enn vit gjørdu í 2016 og alibrúkini hava færri lús, sigur Birna Mørkøre, landsdjóralækni. Atli Gregersen ávarðar um stóran lúsatrupulleika í vetur. Teitur Christensen, sjefkokkur í Fútastovu, greiðir frá um tær fimm grundsósirnar, sum eru hollandaise, velout , tomat, espagnole og bechamel. Hesar sósir nevnast grundsósir, tí tær eru grundarlagið fyri fleiri aðrar sósir. til dømis er ein persillusós ein bechamel við persillu. Teitur greiðir frá, hvussu ein góð bechamel skal gerast. Soðið, 50 rómi og 50 mjólk við leyki, piparkornum og nellikum, skal hitast, og síðani skal tað gerast útá eitt sindur í senn við smøri og mjøli og pískast væl. Soleiðis fært tú eina góða grundsós Føroyingar eru gávumildir, sigur ReyðiKrossur, tí í miðal fyri hvønn íbúgva lata føroyingar munandi meira, enn gjørt verður í grannalondum okkara. Dómsnevndin sigur um bókina, at hon valdi bókina Træið, tí hon er einføld og hevur stuttligar tekningar, sum geva gott huglag. Dómsnevndin sigur víðari, at søgan, sum er teknað við teksti og myndum hevur filosofiska dýpd, sum virkar á fleiri stigum. Áhugafelagið Búgva arbeiðir fyri fjølbroyttari bústaðarmøguleikum í Føroyum, og tað eru nógv, sum venda sær til tey fyri at fáa hjálp. Men av tí at tað er tabu at vera heimleysur í Føroyum, eru tað fá, sum tora at stíga alment fram, sigur Elin Hentze, nevndarlimur í Búgva. Áhugafelagið Búgva arbeiðir fyri fjølbroyttari bústaðarmøguleikum í Føroyum, og tað eru nógv, sum venda sær til tey fyri at fáa hjálp. Men av tí at tað er tabu at vera heimleysur í Føroyum, eru tað fá, sum tora at stíga alment fram , sigur Elin Hentze, nevndarlimur í Búgva. Bólkurin mælir til, at radaramyndin verður atkomulig hjá øllum, eisini hjá SAS og myndugleikunum, men Atlantsflog verður endurgivið fyri at siga, at so skulu SAS og myndugleikarnir eisini rinda part av radaranum. Umframt klædnaatstøðingar og næmingarnar á Hárbreytini, so vóru næmingar á miðla og tónleikabreytini eisini partur av stóru verkætlanini. Tað var Litava, sum fekk betri byrjanina, og teir løgdu seg eisini fram um eftir góðar fimtan minuttir. Men 10 seinni minuttir javnaðu føroyingar. Seks minuttir fyri leiklok løgdu Føroyar seg fram um 2 1, og líkt var til ein føroyskan sigur. Men í 92. minutti fekk Litava brotsspark og skoraði. Dysturin móti Litava var næstseinasti dystur í hesari EM undankapping. Føroyar spæla síðsta dystin týsdagin á útivølli móti Danmark, sum eisini er oddalið í bólkinum. Annars hevur náttin verið lutfalsliga friðarlig, hóast vindurin hevur leikað í í nátt, verður sagt av løgreglustøðini í Havn í morgun. Minni góða veðrið hevði við sær, at fá fólk vóru í býnum. Men tey fáu, sum vóru í býnum, kundu havt skikkað sær betri. Í øllum førum onkur teirra, tí løgreglan hevur fingið fráboðan um eitt harðsskapsmál, har ein varð sligin tað kanna tey nú. Annars var tað mest fráboðanir, sum høvdu við veðrið at gera, ið løgreglan fekk. Mest frá fólki, sum vóru stúrin um ymiskt, ið tey bóru banga fyri kundi fara í vindinum, sum síðani varð tryggjað, millum annað ein húsvognur í Hoyvík. Tað var eisini í Hoyvík, at nógvi vindurin tók eina trampolin og skutara tí tey, sum varaðu av trampolini høvdu tryggjað hana, við at knýta hana fasta í skutaran. Tað vísti seg at vera ein minni góð loysn, tí vindurin tók bæði. Nú er minni vindur aftur, og samferðslan líkist sær sjálvari. Fyrsta flogfarið hjá Atlantic Airways hevur sett seg í morgun, tað var klokkan tíggju minuttir í átta og ein tíma seinni var fyrsta fráferðin, tá RC450 fór til Keypmannahavnar, ein góðan hálvan tíma seinkað, tó. Danmark er nú limur í mannarættindaráðnum hjá ST. Danmark fekk 167 atkvøður fyri at gerast limur í mannarættindaráðnum, tá tað í gjár varð atkvøtt á aðalfundi hjá ST í New York. Ráðið kann virka í støðum, sum ST trygdarráðið ikki kann. Til dømis í Myanmar og Sýria, og hetta ætla vit sum limur at gera nakað við, sigur hann. Harumframt vilja vit, at Ísrael skal handfarast sum eitt land á jøvnum føti við øll onnur lond í heiminum, sigur hann. Fyrr í ár fór USA úr mannarættindaráðnum. Sambært amerikansku sendikvinnuni, Nikki Haley, livir ráðið ikki upp til navnið, og hon fanst at ráðnum fyri at vera ein sleiskur og ráksnúgvin felagsskapur, sum heldur fólk fyri gjøldur. ST mannarættindaráðið varð stovnað í 2006. Endamálið hjá ráðnum er at tryggja og styrkja mannarættindi hjá øllum heimsins borgarum. Í ráðnum eru 47 limalond, sum sita trý ár í senn. Funnist hevur ofta verið at ráðnum. Ein týdningarmikil orsøk er, at lond, sum er kend fyri at bróta mannarættindini, kunnu eisini veljast í Mannarættindaráðið. 41 ára gamli Henry hevur seinastu tíðina verið hjálparvenjari hjá belgiska landsliðnum, men frameftir verður Henry at síggja sum venjari hjá AS Monaco. Sáttmálin er galdandi til og við summarið 2021, skrivar AS Monaco á heimasíðuni. Hann heldur, at í staðin fyri at fara eftir leigubilamarknaðinum, øllum sum hann er, átti landsstýrið at farið eftir teimum fáu, sum misbrúka lógina. Ferðavinnufelagið hevur skrivað til Fíggjarnevndina og biðið um fund, tí felagið vil sleppa at siga sína hugsan um ætlanina hjá landsstýrinum at broyta lógina um meirvirðisgjald, so bilasølur skulu gjalda meirvirðisgjald fyri seldar bilar, sum upprunaliga eru skrásettir sum leigubilar. Ódnin Michael hevur kravt í minsta lagi 17 mannalív, og myndugleikarnir óttast, at talið fer at hækka, eftir at ein av ógvusligastu ódnunum í amerikanskari søgu hevur herjað seinastu dagarnar. Umboð fyri FEMA, sum er almenni vanlukkustovnurin, sigur seg vænta, at talið av deyðum fer at hækka, so hvørt sum bjargingar og ruddingararbeiði fer fram. Loftmyndir vísa, at eitt nú strandarbýurin Mexico Beach við túsind íbúgvum er lagdur oyði. Flestu teirra vóru rýmd undan ódnini, men slakir 300 íbúgvar valdu at vera verðandi. Tað er ilt at siga, um hesi eru á lívi ella ikki, tí bjargingarlið eru enn ikki komin til tey øki, sum vórðu harðast rakt av ódnini, skrivar danska kringvarpið. Lagið var gott, og panelið var sera væl upplagt at ráðgeva lurtarunum í dag. Evnini vóru nær kunnu pappforeldur blanda seg í uppaling, hví fáa barnakonur so nógvar viðmerkingar um, hvussu stórar tær eru vorðnar, eitt lænt lummaur, sum eigarin ikki fær aftur og so sms spurningar frá lurtarunum. Tað munar øgiliga væl í arbeiði okkara bæði at veita neyðhjálp úti í heima men eisini her heima, sigur formaðurin í Reyða Krossi Føroyum. Innsavningin í fjør gav nakað meira av pengum, tá fekk Reyði Krossur millum 800 900.000 krónur, men Jóannes Eidesgaard fegnast kortini alsamt um teir pengar, sum føroyingar lótu. Í miðal hevur hvør íbúgvi í Føroyum givið 14,70 krónur, og samanborið við grannalond okkara, so er tað munandi hægri fyri hvønn íbúgva í Føroyum, sigur Jóannes Eidesgaard og leggur afturat, at hann heldur tað vera eitt tekin um, at føroyingar eru sera gávumildir, tá savnað verður inn til eitt gott endamál. Av teimum 750.000 krónunum hevur nevndin í Reyða Krossi avrátt, at 500.000 fara sum neyðhjálp út í heim. Tær seinastu 250.000 krónurnar velur Reyði Krossur at goyma til kreppur. Karl minnist, at hann tók eitt innkast, og so minnist hann ikki meira. 14 ára gamli Karl Mouritsen úr Sandavági small um mitt undir fótbóltsdysti í Klaksvík. Ein búskaparligur toppfundur, sum skuldi vera í Saudiarabia frá 23. til 25. oktober verður, um illa vil til, av ongum og í øllum førum verður ikki talan um tann toppfundin, tað skuldi vera. Orsøkin er møguliga drápið av einum journalisti. Jamal Khashoggi, sum journalisturin eitur, er seinast sæddur, tá hann fór inn á sendistovuna hjá Saudiarabia í Turkalandi. Tað var 2. oktober. Turkisku myndugleikarnir ákæra Saudiarabia fyri at hava myrt journalistin. Saudiarabia sigur, at journalisturin var á lívi, tá hann fór av sendistovuni. Tó siga bæði Washington Post og CNN, at turkiskar og amerikanska fregnarkeldur hava fingið fatur á bæði myndum og ljóði, sum skjalfesta drápið. Hetta málið hevur fingið mikla altjóða umrøðu. Eitt nú hevur franski forsetin Emmanuel Macron heitt á Saudiarabia um at hjálpa til við at greiða málið. Forsetin í Heimsbankanum hevur boðað frá, at hann ikki verður við á fundinum. Tað sama hava stórir miðlar sum New York Times, CNN og Bloomberg. Khashoggi skrivaði fyri eitt nú Washington Post, og amerikanski forsetin, Donald Trump, sigur, at hann fer at gera sítt til, at málið verður uppklárað. Francisco Jos Cox Huneeus, erkibiskupur, og Marco Antonio Órdene Fernández, erkibiskupur, eru báðir dømdir úr kjóla og kraga av Frans páva. Vatikanið boðaði frá hesum , eftir at pávin og forsetin í Kili høvdu fundast leyardagin. Fundurin var liður í ætlanunum at basa kynsligum ágangi móti børnum í Kili. Meira enn 100 prestar í Kili eru lagdir undir at hava framt kynsligan ágang móti børnum, og allar ákærur verða kannaðar. Tað skrivar bretska kringvarpið . Mongu skuldsetingar ávirka katólsku kirkjuna. Í september kom ein kirkjufrágreiðing undan kavi, sum avdúkaði at 3.600 børn í Týsklandi vóru misbrúkt av katólskum prestum millum 1946 og 2014. Í august skrivaði Frans pávi eini boð til allar heimsins katolikkar, har hann fordømdi barnamisnýtslu. Hann segði seg skammast av, at katólska kirkjan ikki hevur verið før fyri at gera upp við teir prestar, sum hava framt ótespilig siðabrotsverk. Sambært nýggjari kanning frá Strong Nation , sum er ein amerikanskur felagskapur knýttur at herinum, er gott og væl ein triðingur av amerikanska ungdóminum ov tjúkkur til at verða innskrivaður í herin. Amerikanska verjumálaráðið hevur frammanundan trupulleikar við at kalla ungfólk inn til hernaðarliga tænastu, og nýggjasta kanningin gevur greiðar ábendingar um orsøkina til trupulleikan. Fiti hevur leingi hótt heilsuna í hesum landinum. Trupulleikin gerst alsamt verri, og fiti er eisini ein hótti móti amerikansku tjóðartrygdini, stendur millum annað at lesa í frágreiðingini, sum er gjørd av pensjoneraðum herovastum og herflotastjórum. Ætlanin fyri 2018 var at kalla inn 76.500 fólk, men seinasta mánað boðaði amerikanska verjan frá, at tað einans varð eydnast at kalla inn 70.000. Hetta er fyrstu ferð í 13 ár, at tað ikki er eydnast at liva upp til ætlaða málsetningin, skrivar danska kringvarpið. Sambært kanningini er fiti orsøkin til, at 70 prosent av amerikanskum ungdómi millum 17 24 ár ikki megna at klára krøvini, sum skulu klárast, fyri at tæna verjuskyldina. Ein stórur partur av amerikanskum ungdómi vigar ov nógv, og væntandi fer hetta at halda fram, uttan so at tiltøk verða sett í verk, sum eggja ungdóminum at liva sunnari, stendur í frágreiðingini. Danmark skal frammanundan vera vertur, tá HM endaspælið í hondbólti fer av bakkastokki í januar komandi ár. Tá skal HM endaspælið avgreiðast í Danmark og í Týsklandi. Sambært aðalskrivaranum í danska hondbóltssambandinum, Morten Stig Christensen, er tað ikki av tilvild, at tað eru Sveits og Danmark, sum saman hava givið boð um at gerast vertir. Tá tú hevur tríggjar vertir, so hevur tú eisini tríggjar heimavøllir, og sostatt eru líkindi fyri at fáa enn fleiri áskoðarar í hallirnar, sigur aðalskrivarin í danska hondbóltssambandinum við TV 2 Sport. Lars Olsen, landsliðsvenjari, sigur við Kringvarpið, at tankin handan uppstillingina er, at Kosovo skal ikki skora á Tórsvølli í annaðkvøld. Hjartastartarar vóru høvuðsevnið í seinnapartin av sendingini hesaferð. Í fyrra parti av sendingini er kaffiprát, Also, eitt innslag um ein skateboard skúla, spurnarkapping og sjálvandi eisini nógvur góður tónleikur. Fólkatalið í Føroyum var 51.060 tann 1. septembur í ár. Tað er 815 fleiri enn árið fyri. Vøksturin stavar frá, at tað vórðu 257 fleiri fødd enn tað doyðu, og at 558 fleiri fólk flutti til Føroya heldur enn úr Føroyum. Fólkatalið í Eysturoy og Tórshavn og økinum kring høvuðsstaðin hækkar mest. Í Suðuroynni verða færri fólk. Fleiri fólk búsettu seg í øllum økjum enn í Suðuroy, har tað búðu 42 fólk færri enn árið fyri. Í Sandoyar sýslu stendur tað at kalla í stað. Í Tórshavn búðu 416 fólk fleiri 1. septembur í ár enn eitt árið frammanundan hesin vøksturin er 2,2 prosent og meiri enn helvtin av vøkstrinum fyri alt landið. Lutvíst vaks fólkatalið mest í Eysturoyar sýslu tann vøksturin var 2,4 prosent serliga í Nes kommunu og Sjóvar kommunu búsettu fleiri fólk seg. Í Norðuroyggjum var hækkingin 1,5 prosent, og í Vágum og Streymoy, uttan fyri høvuðsstaðin, vaks fólkatalið eitt prosent. Hagstovan skrivar, at veturin 2013 14 vendi gongdin í fólkatalinum. Síðani er fólkatalið vaksið munandi í flestu høvuðsøkjum. Tó dragna Sandoyar sýsla og Suðuroy. Tað sæst, um vit seta fólkatalið 1. jan. 2014 til vísitalið 100 Meðan fólkatalið er vaksið 5 8 prosent í øllum hinum høvuðsøkjunum, hevur verið stillstøða í Sandoyar sýslu og beinleiðis minking í Suðuroy síðsta hálvtfimta árið. Oscar Romero fanst at báðum pørtum í borgarakrígnum í El Salvador. Millum annað bað hann hermenn hjá hernaðarjuntuni lurta eftir sínum egna hjarta og ikki akta stjórn og yvirmenn. Hóast Heilsufrøðiliga starvsstovan kann geva ymis undantaksloyvi, er tað í grundini ólógligt at flyta livandi seyð millum oyggjarnar í Føroyum. Sostatt er heldur ikki loyvt at flyta seyð, sum sýnist sjúkur, ella at flyta eyðsýniliga frískan seyð úr einum øki, har smittandi sjúka er. Somuleiðis er bannað at flyta seyð úr hagaparti, har ridluskriði er, uttan ávísa treyt. Tað, sum Heilsufrøðiliga starvsstovan minnir á, er, at ridluskriði enn er í Streymoynni, Eysturoynni og Fugloy. Treytirnar, sum Heilsufrøðiliga starvsstovan leggur við, eru, at fólk kunnu bert flyta seyð úr hesum oyggjum, um seyðurin skal flettast á góðkendum sláturvirki. Til dømis sleppur ein bóndi í Fuglafirði í Eysturoynni at flyta seyð, sum skal flettast á Krási í Hósvík í Streymoynni. Loyvt er bert at flyta henda seyð uttan drál og beinleiðis til staðið. Tað er framvegis loyvt at flyta livandi seyð ímillum ymis øki í Streymoynni, Eysturoynni og Fugoy, uttan úr sjálvum høgunum, har ridluskriði er staðfestur. Lars Olsen hevði hesaferð valt at spæla við trimum miðverjum, og tað eydnaðist sera væl, tí Kosovo kom fram til fáar málmøguleikar. Tó skorar Kosovo longu tá níggju minuttir eru farnir. Miðvallarin, Milot Rashica smekkaði til úr næstan 25. metrum, og skoraði sítt fyrsta mál fyri Kosovo. Føroyska liðið spældi sera væl í seinna hálvleiki, og stríðsviljin var tann, sum fótbóltsfjepparar ynskja at síggja frá føroyska landsliðnum. Hann hevði eina langa politiska yrkisleið, frá 1980 til 2011. Hann var býráðslimur, løgtingsmaður, landsstýrismaður og løgmaður. Hann fekk hug at blanda seg í politikk sum 27 ára gamal, og javnaðarhugsjónin var tað, sum sampakkaði best við hansara menniskja og samfelagsuppfatan. BBC skrivar, at ST vil hava hernaðarligu samgonguna undir leiðslu av Saudiarabia at støðga við lofálopunum, sum drepa sivilfólk, og sum elva til tað, sum ST sigur kann gerast ringasta hungursneyð í heiminum í hundrað ár . Borgarakríggj brast á í Yemen fyri trimum árum síðani, tá Houthi uppreistrardeildir við stuðli úr Iran hertóku meginpartin av landinum, íroknað høvuðsstaðin Sanaa. Stóri knútutin, sum partarnir í løtuni royna at loysa, er markið millum Írland og Norður Írland. Um Bretland fer úr ES uttan at hava fingið eina avtalu í lag fyrst, kemur markið millum Írland og Norður Írland í gildið aftur, og tí støðuni vilja allir partar sleppa undan. ES hevur skotið upp, at einans Norður Írland av teimum bretsku londunum framvegis verður verandi í tollsamstarvinum og felags marknaðinum og við tí kunna halda fram at hava eitt opið mark við Írland. Bretland hevur ikki góðtikið uppskotið, tí tey bera banga fyri, at um tað verða ólíkar skipanir nýttar innan bretska ríkið, í mun til samstarvið við ES, kann tað hava óhepnar politiskar fylgjur við sær í bretska politikkinum. Tað er umráðandi at fáa avtaluna um írska markið gjørda, tí ES hevur fleiri ferðir sagt, at tað er ein fortreyt fyri, at tey vilja fara undir veruligar samráðingar við Bretland um at fara úr ES. Vit hava fólk, sum eru strandað á tekjum, og vit mugu bjarga teimum úr luftini, tí streymurin er so ógvusligur, at vit ikki kunnu røkka tey í báti, sigur eitt umboð frá landspartastjórnini við franskt sjónvarp. Áarføri er ikki púraokent í Fraklandi hesa ársins tíð, men veðurfrøðingar siga, at óvanliga heitur sjógvur við miðjarahavsstrondina í Fraklandi helst hevur elvt til grimdarregnið nú. Hetta er væl meiri vøkstur enn annan ársfjórðing, tá árligi prísvøksturin var 0,6 prosent. Hetta er eisini mesti árligi prísvøkstur seinastu seks árini. Seinasta árið hevur verið prísvøkstur í flestu høvuðsbólkum. Prísirnir á brennievni eru hækkaðir mest og hava eisini mestu ávirkanina á brúkaraprístalið samanlagt. Brennioljan til húsarhald er farin 25,3 prosent upp. Harafturímóti er ravmagn lækkað 3,2 prosent. Samanlagt eru býlisútreiðslurnar dýrkaðar 5,6 prosent seinasta árið. Avtalan um ferðslusamband varð gjørd í bygdini Panumjom við landamarkið, og hetta er triði fundurin í ár millum Suðurkorea og Norðurkorea. Semjan millum Suður og Norður er gjørd eftir erligar tingingar um at bøta felags koreansku sambondini, stendur í fráboðan frá suðurkoreanska ráðnum fyri sameining, skrivar Reuters. Partarnir eru samdir um at hátíðarhalda arbeiðið, sum nú skal gerast fyri at binda vegir og jarnbreytir saman, sum hava verið kvett síðani Koreakríggið í 1950. Tingingarnar millum Norður og Suðurkorea henda samstundis sum USA roynir at trýsta Norðurkorea at gevast við síni kjarnorkuvápnaætlan. Toppfundur var millum amerikanska forsetan, Donald Trump og Kim Jung Un í juni, og ætlandi verður enn ein toppfundur eftir kongressvalið, sum verður í USA 6. november. USA heldur enn fast í strongu handilstiltøkunum móti Norðurkorea, og Donald Trump segði í síðstu viku, at Suðurkorea fer ikki at strika síni tiltøk móti Norðurkorea, uttan at USA loyvir tí, skrivar Reuters. Í Klaksvík er ein nýggj kreativ verkstova latin upp, sum er arbeiðspláss hjá fýra kreativum fólkum, sum arbeiða við hvør sínum evni. Tey fýra, Unn Baldursdóttir, Fía Heinesen, Ásla Heinesen og Rókur Heinesen, arbeiddu hvør í sínum lagi við hús, inntil tey fingu hugskotið at lata ein verkstað upp saman, har tey kundu hava hvør sítt arbeiðspláss, men kortini vera felags um høli, fíggjarliga partin og eisini tann sosiala partin. Tær tríggjar hava allar starv við síðuna av kreativa arbeiðinum, tí tað ber ikki til at liva av tí, og tí er hetta ein sera góður leistur, siga tær. Hoyr sendingina her Luttakarar Petur Hans Dahl, Anne Mette Greve Klemensen, Claus Olsen, Rakel Helmsdal, Rakul Dalsgarð, Unn Baldursdóttir, Ásla Heinesen, Fía Heinesen og Rókur Heinesen Um onkur beyð mær at koma á mánan 14. oktober, so hevði eg takkað nei, tí tá gongur mín størsti dreymur út. Tað skrivaði Rakul Dalsgaard á Facebook. Rakul Dalsgaard fekk sína fyrstu fløgu við Shania Twain í 1997. Síðani hevur hon verið púra vekk í tónleikinum og ikki minst sjálvari kvinnuni. Konsertin gekk væl og virðiliga vónunum á møti, sigur Rakul Dalsgaard, sum enn ikki heldur, at hon hevur sodnað stóra upplivingina til fulnar. Hóast tey ungu í dag upp á allar mátar liva eitt modernað lív, so er tað ikki torført at fanga teirra uppmerksemi við nøkrum so siðbundnum sum konfirmatión og øllum, ið hartil hoyrir. Tað heldur Anne Mette Greve Klemensen, sum seinastu átta árini hevur verið prestur og á hvørjum árið konfirmerar hon ung fólk í Fuglfjarðar kirkju. Oktober er mánaðurin, tá nógv 14 ára gomul kring alt landið verða fermd, tí tað er um hesa tíðina, at sonevndu heystkonfirmatiónirnar eru. Tað er ymiskt, hvussu nógv tey ungu vita um kristindóm og bíbliuna, tá tey byrja at ganga til prest, tí tað er jú ymiskt, hvussu nógv kristindómur fyllur í heimunum, haðani tey eru. Onkur er vanur við Faðirvár, meðan onkur annar hevur nógvar spurningar, og tað er eisini í lagi, sigur Anne Mette Greve Klemensen. Tær vikurnar, tey ganga til prest, hoyra tey um kristindóm og tey hugtøk, við brúka. Tey koma her, tí tey vilja vita meir um kirkjuna, sum tey jú eru ein partur av í og við tey eru blivin doypt og um ta mentanina, sum tey eru partur av sum kirkjufólk, sigur Anne Mette Greve Klemensen. Onkur vildi kanska sagt, at tey ungu lata seg bara konfirmerað, tí tann dagin skulu tey vera í penum kæðum, tey fáa nógvar gestir og ikki minst gávur og pengar. Men hetta er tó ikki nakað, sum Anne Mette Greve Klemensen upplivir við teimum ungu, ið hon konfirmerar Mín uppliving er, at tey ungu eru ótrúliga áhugað í kristindóminum, og tá tey so byrja at ganga til prest og møta einum persóni, sum er eldhugaður í tí, viðkomandi fortelur, ja so blívur tað áhugavert fyri tey, greiðir Anne Mette Greve Klemensen frá. Í morgunsendingini fortaldi hon um konfirmatión sum kirkjuligt ritual, og hvussu nógv tey ungu í dag geva sær far um, hvat ein konfirmatión í grundini snýr seg um. Tað eru stór virði, ið eru upp á spæl. Sambært norska fiskimálaráðnum, hevði fiskiskapurin í Barentshavinum í fjør eitt virði á góðar 16 milliardir norskar krónur. Samráðingarnar hava áhuga fyri føroyingar eisini, tí vanliga verður kvotan hjá triðjalondum í Barentshavinum sett eftir ásettu heildarkvotuni, ið Norra og Russland koma ásamt um. Kvotan hjá føroyingum í Barentshavinum var uppá tað hægsta í 2017 tá var hon 30.000 tons. Russland og Norra lækkaðu heildarkvotuna í Barentshavinum fyri 2018 við góðum tíggju prosentum, og tað hevði eisini við sær, at okkara kvota lækkaði niður í 27.000 tons. Roknað verður eisini við, at kvotan minkar í ár. Eitt nú hevur ICES mælt til, at toskakvotan í Barentshavinum í næsta ár ikki verður hægri enn 675.000 tons. Tað er ein lækking á 100.000 tons í mun til kvotuna í ár. Reuters skrivar, at Tjóðarflokkurin í Hong Kong, sum vil hava sjálvstýri frá Kina, er bannaður, eins og bann er sett fyri, at ávís fólk sleppa at stilla upp til lokalval. Somuleiðis er ein serlig løgregludeild sett á stovn, sum hevur til endamáls at hava politiska yvirumsjón við fólki. Tiltøkini eru sett í verk við tilvísing til nationala trygd . Sum dømi um stranga eftirlitið, ið Kina nú herðir í Hong Kong, er bræv, sum Undirvísingarmyndugleikarnir sendu til skúlarnar fyri nøkrum vikum síðani. Í brævinum fáa skúlarnir greið boð um, at annaðhvørt steðga teir framrásini hjá Tjóðarflokkinum ella mugu teir standa til svars. Vit síggja, at stjórnin er meira treytaleys í síni valdsnýtslu, sigur Simon Young, professari í løgfrøði á universitetinum í Hong Kong. Hann legur afturat, at dómstólarnir kunnu verða seinasti skansin móti inntrivunum hjá stjórnini í Hong Kong í frælsið hjá fólki. Daniel Chueng, sum hevur gjørt ein dokumentar um politiskar aktivistar, sum verða forfylgdir og fongslaðir, sigur við Reuters, støðan er ring og versnar skjótt. Um vit siga, at Hong Kong er eitt hús bygt av bretum, so ridla og leka húsini nú. Tey eru rakt av eini tropiskari ódn og standa til at rapa, sigur hann við Reuters. Turskiskir myndugleikar kanna í dag arabiska konsulátið í Istanbul, eftir at saudiarabiski journalisturin, Jamal Khashoggi, hvarv eftir at hava vitjað í konsulátinum. Á gjár tosaðu turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan, og saudiski kongurin, Salman, fyri fyrstu ferð um horvna journalistin. Telefonsamrøðan skal millum annað hava snúð seg um spuringin um at seta ein arbeiðsbólk at kanna, hvar Khashoggi er. Jamal Khashoggi er ikki sæddur, síðani hann vitjaði konsulátið 2. oktober. Turkiskir myndugleikar halda, at hann er dripin har inni, men hesum noktar Saudiarabia fyri. Fleiri fjølmiðlar og vinnufyritøkur í Vesturheiminum hava boðað frá, at tey fara at boykotta komandi íløguráðstevnuna, sum skal haldast í Saudiarabia. So seint sum í dag gav stjórin fyri amerikanska íløgubankanum, JP Morgan, Jamie Morgan, avboð til ráðstevnuna. Eisini stjórin hjá Ford, Bill Ford, hevur givið avboð. Átøk eiga at verða gjørd í Skotlandi, so at børn ikki skulu liva í lutfalsligum fátækraváða. Tað heldur Joseph Rowntree felagsskapurin , sum eisini metir, at fjórða hvørt barn í Skotlandi tilsamans 250.000, livir í fátækraváða. Felagsskapurin sigur, at hugburðsbroyting er neyðug, og at barnaansing, lagaligar arbeiðstíðir og almannaveitingar skulu tryggja, at foreldur ikki verða stongd úti frá arbeiðsmarknaðinum. Felagsskapurin hevur givið út frágreiðingina, Fátækradømi í Skotlandi 2018. Sambært frágreiðingini vóru frá 2014 til 2017 í miðal 230.000 børn í Skotlandi, sum lívdu í lutfalsligum fátækraváða hvørt ár. Meginparturin av hesum børnum vóru í familjum, har onkur hevði brek, ella foreldrini høvdu torført við at fáa arbeiða og at taka sær av børnunum. Sambært frágreiðingini er semja í skotska tjóðartinginum um, at endi kann fáast á lutfalsligum fátækraváða innan fyri eitt ættarlið, men at neyðugt er, at stjórnin tekur um endan. Lóg, sum varð einmælt samtykt í skotska parlamentinum í fjør, sigur, at talið av børnum børn, sum liva í fátækaváða, skal minka. Ætlanin er, at í 2030 skal bara tíggjunda hvørt barn liva í fátækraváða, og bara 5 prosent skulu liva í absoluttum fátækadømi. Frágreiðingin mælir eisin til broytingar í almannaveitingunum. Um tað ikki verður gjørt, verða fleiri familjur, serliga einlig foreldur, verðandi í fátækraváða, sama um tey hava arbeiði ella ikki. Saman við Bjørgfinni Nielsen vitja vit tað kenda Brynjumannaborð við Oyggjarvegin, á Skælingi, í Syðrugøtu, Norðragøtu, Fuglafirði, í Nesi í Hvalba og í Sumba og vit hitta eisini føroya sterkasta mann, ið ætlar sær at venja at lyfta høv ella roysnissteinar. Bjørgfinnur Nielsen, Dinna Svarthamar, Anfinnur Huusgaard, Bjarni Nielsen, Martin Juul Jarnskor, Petur Martin Petersen, John Berg, Aksal Poulsen Nú skjýtur Javnaðarflokkurin upp, at Almannaverkið skal fáa rætt til fjórðu hvørja íbúð, og Almannaverkið og Bústaðir skulu samstarva um ein bráðtørvslista. Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í bústaðarmálum, væntar ikki, at bústaðartørvurin verður nøktaður fyrr enn um tvey ella trý ár. Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, sigur, at kommunurnar skulu ikki sjálvar byggja leigubústaðir, men tær skulu selja jørð til privatar at byggja leigubústaðir á. Nýggi veðurradarin hjá hjá Atlantic Airways fer at gera, at tyrlurnar kunnu flúgva trygt, serliga í sambandi við bjarging og sjúkraflutning um náttina. Í innslagnum um nýggja radaran hjá Atlantsflogi í Degi og viku fríggjakvøldið, kundi ein fáa ta fatan, at flogførini hjá Atlantsflogi høvdu verið í vandastøðum orsakað av vantandi radaranum. Radarin skal, sum eisini verður greitt frá í hesum innslagnum, brúkast av tyrlunum, og tað vórðu tyrlur, sum stundum høvdu verið í vandastøðum ikki flogfør. Leiðarin hjá sosialdemokratunum og fyrrverandi forsætisráðharrin, Stefan Løfven, skal nú royna at skipa stjórn í Svøríki, nú tað miseydnaðist formanninum fyri Moderatarnar, Ulf Kistersson. Hvørgin blokkurin hevur meiriluta, og tí skal blokk býtið ikki verða grundarlag fyri at skipa stjórn, segði Løfven, tá hann seinnapartin í gjár helt tíðindafund. Stefan Løfven vil helst samstarva við Centerpartiet og Liberala flokkin, og hann sigur, at skulu úrslit røkkast, ja, so mugu allar partar linka síni egnu krøv og gera semjur. Á tíðindafundinum í dag endurtók Stefan Løfv n, at einki samstarv verður við Sverigesdemokraterna, men nýggj stjórn skal hava størri mál enn bara at stríðast móti høgravíðgongda politikkinum, segði hann. Løfv n nevndi í tí sambandi veðurlagspolitikkin, har tað er átrokandi at skerja útlátið, so upphitingin ikki fær vanlukkuligar fylgjur, og hann nevndi skúlabygging og fíggjarviðurskifti hjá eldru borgarunum. Men umframt hesi innanlands viðurskiftini, so skal Svøríki eisini vera støðuføst megi í ES og styrkja sína hernaðarligu verju, segði St fan Løfv n. Forkvinnan í Centerpartiet, Annie Løøf, segði fyrr í dag, at hon vil hava báðar teir størstu flokkarnar, Moderatarna og Sosialdemokratarnar, at tosa saman. Ari Johanneson, ráðgevi á Umhvørvisstovuni, sigur, at tað er eftir ynski frá norska felagnum, Kjeller Vindteknik, saman við týska vindmylluveitaranum, Enercon, tí tey vilja hava fleiri mátingar í Porkeri. Fyri góðum hálvum øðrum ári síðani varð ein 80 metrar høg mastur sett upp í Porkeri at máta vind. Men nógvur turbulensur er í økinum, og tí varð neyðugt við einari mátingarmastur nakað niðanfyri hina fyri at dekka størri øki. Henda masturin hevur mátað síðani í summar, og neyðugt er við fleiri mátingum frá henni, áðrenn avgjørt verður, hvar vindmyllurnar skulu standa. Talan skal vera um miðdepil, tá tað snýr seg um kunning um norðlýsi og upplivingar í sambandi við ferðavinnu, skrivar grønlendska kringvarpið. Fólk skulu kunna koma og uppliva, hvussu norðlýsi er, hvussu tað verður til, og tú skalt kunna hoyra, hvussu norðlýsið ljóðar, sigur Palle Jeremiassen, borgmeistari í Avannaaqta kommunu við KNR. Norðlýsisdepilin skal fíggjast við peningi úr ymiskum grunnum, sum DTU søkir um, og so skal grønlendska kommunan gera økið byggibúgvið, skrivar KNR. Endaliga avtalan verður gjørd 10. november. Átta lond eru í samstarvinum at byrja við Noreg, Føroyar, Indonesia, Sri Lanka, Namibia, Ghana, Solomon oyggjar, Palau og Kiribati. Metingar siga, at ólógligur fiskiskapur er so umfatandi, at fimtihvør fiskur kann verða fingin ólógliga. Og sambært eini frágreiðing frá Chasing Red Herrings hvørva meira enn hálvtannaðhundrað milliardir krónur hvørt ár á henda hátt. Eitt endamál við nýggja samstarvinum er at fáa altjóða samfelagið at viðurkenna, hvussu umfatandi og skaðiligur ólógligur fiskiskapur er. Hetta segði Angela Merkel, samveldiskanslari í røðu fyri týskum vinnulívið í gjár, har hon gjørdi viðmerkingar til lemjandi valúrslitið hjá CSU í Bayern sunnudagin. CSU situr í samveldisstjórn saman við flokkinum hjá Merkel, CDU, og hon segði bart út, at vánaliga valúrslitið vísir, at veljararnir hava mist álitið á stjórnina. Eygleiðarar meta, at afturgongdin hjá CSU fyrst av øllum fer at styrkja um stríðið, sum hevur valdað millum formannin í CSU, Horst Seehofer og Angelu Merkel. Seehofer hevur verið í beiskum og lutvíst duldum valdsdysti móti Merkel, síðani samveldiskanslarin í 2015 gjørdi av, at meira enn ein millión flóttafólk og tilflytarar skuldu sleppa til Týsklands. Seehofer er innanríkisráðharri í samveldisstjórnini hjá Merkel. Í stjórnini sita kristiligu demokratarnir í CDU, CSU, umframt týsku sosialdemokratarnir, SPD. Marin Gaardlykke, ferðslusamskipari, hjá Strandferðsluni, sigur við útvarpið, at bygdaleið 701, sum koyrir millum Tvøroyri, Fámjin og Sandvík, koyrir ikki meira í dag. Hetta er fyribils einasta bygdaleiðin, sum er avlýst. Harafturat hevur Strandferðslan fyribils avlýst túrarnar hjá oyggjaleið 66, sum siglur millum Sandoy og Skúvoy. Tað er møguligt, at leiðin verður tikin upp aftur seinni, um veðrið batnar, sigur Marin Gaardlykke. Sambært ferðslusamskiparinum hjá Strandferðsluni verða tað møguliga fleiri broytingar á ferðaætlanini í dag, eitt nú vænta tey møguligar broytingar hjá bygdaleiðum, tað vil siga á bussrutunum kring Føroyar. Hann var ráðgevi í danska uttanríkisráðnum í 37 ár, og so var hann eisini ráðgevi hjá føroyska landsstýrinum av og á. Hann starvaðist í Tinganesi í 80 árunum, tá ið fleiri avgerðir vórðu tiknar, sum vóru atvold til kreppuna fyrst í 90 árunum. Tað er umráðandi, at Fíggjarnevndin hjá løgtinginum viðger frágreiðingina hjá Landsgrannskoðanini um 2017, áðrenn hon viðger uppskotið um fíggjarlógina fyri 2019. Tí so ber til at taka niðurstøðurnar hjá Landsgrannskoðanini við í fíggjarlógina, um Fíggjarnevndin tekur undir við Landsgrannskoðanini. Tað sigur formaðurin hjá løgtingsgrannskoðarunum, Jónleif Johannesen, sum ætlar at fáa uppskotið til samtyktar um frágreiðingina hjá Landsgrannskoðanini um 2017 í tingið í fyrstu viku í november, hóast freistin hjá teimum er 1. desember. Jónleif Johannesen sigur, at hann vil ikki gera nakra niðurstøðu nú, tí løgtingsgrannskoðarnir plaga at vera samdir um uppskotið til samtyktar, sum verður latið løgtinginum. Og tey skulu gera niðurstøðuna fyrst. Løgtingsgrannskoðararnir eru fýra í tali, umframt Jónleif Johannesen eru Óluva Klettskarð, Magnus Rasmussen og Joen Magnus Rasmussen løgtingsgrannskoðarar. Millum annað verður nógv gjørt burtur úr, at Landsverk hevur leigað Asfaltverkið á Sundi. Hetta verður uttan iva tikið við í uppskotinum hjá løgtingsgrannskoðarunum, sigur Jónleif Johannesen. Málið um Asfaltverkið á Sundi byrjar í 2016, tá Landsverk velur at taka av einum tilboði frá partafelagnum um at leiga verkið frá teimum. Harvið verður Landsverk eisini einasti framleiðari av asfalti í Føroyum. Prísurin er 25 milliónir krónur, ella 28,7 milliónir, um Landsverk leingir leigumálið. Harafturat skulu leggjast 8.1 milliónir, sum Landsverk hevur brúkt til viðlíkahald og nýgerð á verkinum. Hon sigur, at langtíðarleiga sum hendan skal roknast sum keyp og skal verða viðgjørd samsvarandi tí. Lógin sigur millum annað, at er langtíðarleigan omanfyri 10 milliónir krónur, skal verkætlanin hava grundarlag í eini verklagslóg. Tað er ikki gjørt, og heldur ikki hevur Landsverk biðið um loyvi frá Fíggjarmálaráðnum at langtíðarleiga verkið, sum annars er ásett í kunngerðini um rakstrarjáttan. Eisini vísir landsgrannskoðarin á, at Fíggjarmálaráðið skal loyva inntøkufíggjaðum virksemi, sum sprettir úr vanligum virksemi, men tað er ikki ein avgerð, sum stovnurin sjálvur kann taka. Tað máðar støðið undan skipanini, at týðandi játtanarreglur og ásetingar ikki verða hildnar í virksemi, sum landsstýrið í síðsta enda hevur ábyrgd av, vísir landsgrannskoðarin á. Landsverk sigur hinvegin, at talan er hvørki um keyp ella langtíðarleigumál av verkinum, tí stovnurin hevur seks mánaðar uppsagnarfreist í sáttmálanum. Tí kann Landsverk sleppa úr sáttmálanum. Eisini meta tey, at tá møguligt er at sleppa úr leigusáttmálanum, liggur fíggjarligi váðin hjá eigaranum og ikki hjá leigararnum. Landsgrannskoðarin sigur í viðmerkingum til tað, at higartil eru brúktar 6.4 milliónir krónur uppá verkið, ið fella til Asfaltverkið, um leigusáttmálin verður uppsagdur. Tí er ósannlíkt, at uppsagnarrætturin verður brúktur. Listafólklønin er ásett samsvarandi læraraløn fólkaskúlans á stigi 21.1, ið svarar til knappar 28.000 krónur um mánaðin. Endamálið er at bøta um korini hjá yrkislistafólkum. Listafo lk kunnu ikki røkja annað fast starv, meðan tey fáa starvsløn, men tey kunnu hava inntøkur av teirra skapandi virksemi í 3 ára skeiðnum. Tað eru yrkislistafólk, sum kunnu søkja Mentanargrunnin um listafólkløn, og hetta er fyrstu ferð, at listafólkalønin verður latin. Í gjár spældi liðið ímóti Finlandi, og tá taptu tær 3 0 við settunum 15 25, 22 15 og 18 25, sum er tað besta úrslitið U 17 genturnar hava fingið ímót Finlandi. Tað merkir eisini, at føroyska U17 flogbólts landsliðið við dreingjum hevur spælt seg í hálvfinaluna, sum verður í morgin klokkan fimm. Hví er umráðandi at hava eitt setanarskriv, og hvør er munurin á eini uppsøgn av starvsmanni og uppsøgn av arbeiðsmanni ella handverkara Bæði U17 landsliðini hjá Føroyum í flogbólti hava higartil klárað seg væl í norðurevropeisku kappingini, Nevza, sum verður hildin í Ikast í Danmark. Fyri løtu síðan spældi U17 gentulandsliðið avgerandi dyst móti Onglandi, um at koma víðari í fjórðingsfinaluna. Føroyar vunnu 3 1, og fara tí víðari. Føroyska U17 dreingjalandsliðið í flogbólti tryggjaði sær sítt pláss í hálvfinaluni, tá teir fyrr í dag vunnu greiðan 3 0 sigur á Onglandi. Navnanevndin, Umhvørvisstovan og Heilsu og Innlendismálaráðið vístu øll ynskinum aftur til eitt ð kom í endan. Tá bar til. Altso Irdi við ð Vinnumálaráðið hevur sent til hoyringar eitt lógaruppskot um, at Loyvisnevndin kann geva matstovum og øðrum fyritøkum loyvi til at innflyta vín, sum í mesta lagi er 15 prosent, frá 1.januar næsta ár. Vinnumálaráðið sigur, at matstovuvinnan hevur oftari enn eina ferð víst á, at hon hevur brúk fyri at hava eitt størri úrval av dygdarvínum at bjóða gestum. Vinnumálaráðið væntar, at nýggja skipanin fer at kosta Rúsdrekkasøluni eina millión og 350.000 krónur næsta ár, eina millión og 480.000 krónur í 2020 og eina millión og 620.000 krónur í 2021. Tórshavnar kommuna vil, at virksemið framhaldandi verður kaffistova ella matsøla, sum er opin somu tíðir, sum Svimjihøllin er opin. Sambært miðlinum dagur.fo sigur Gunnar Streymoy, leiðari í Svimjihøllini, at ætlanin er at vita, um privati marknaðurin hevur áhuga í at reka kaffistovuna. Hann sigur, at kommunan hevur rikið kaffistovuna seinastu árini, men hann heldur ikki, at kommunan skal kappast við privata marknaðin. Altjóða miðlar skriva, at í dag er hassj lógligt í Kanada. Tað veri seg bæði til medisinsk endamál og eisini bara til at hugna sær við. Longu í 2001 kundu fólk keypa medisinskt cannabis í Kanada, men nú er lógin linkað, soleiðis at til ber at keypa evnið til onnur endamál. Í landslutinum Nunavut verður tað til dømis ikki loyvt at keypa cannabis í vanligu handlunum, men bara á internetinum og við telefonsølu. Tað eru eisini ávísar reglur um, hvar tú kanst brúka cannabis. Til dømis kunnu fólk roykja heima hjá sær sjálvum og á almennum støðum, har tað er loyvt at roykja vanligar sigarettir, men tað er ikki loyvt at roykja hash, har børn eru, eitt nú nærhendis skúlum og ítróttarstøðum Stjórnin hjá Justin Trudeau, forsætisráðharra, hevur seinastu gott tvey árini arbeitt fyri at broyta lógina um cannabis og fáa tað lættari hjá fólki at útvega sær cannabis. Eg havi onga grund at vera bjartskygdur, sigur Donald Tusk og heitir á Theresu May um at koma við ítøkiligum uppskotum fyri at fáa glið á. Uttanríkisráðharrarnir í sonevndu G7 londunum krevja nú, at málið um horvna, saudiarabiska tíðindamannin, Jamal Khashoggi, sum hvarv í Turkalandi fyri tveimum vikum síðan, verður kannað gjølla. Í eini felags fráboðan siga ráðharrarnir, at tey vænta, at Saudi Arabia ger eina neyva, álítandi, opna og skjóta kanning av málinum. Tey siga í sama viðfeingi, at tey vilja verja talufrælsið og fjølmiðlafrælsið. Illgruni er um, at Kashoggi er myrdur í eini avhoyring, sum gekk harðliga fyri seg. Bæði turkiskar og amerikanskar fregnartænastukeldur siga seg hava prógv fyri, at Kashoggi er myrdur. Hetta er tó ikki váttað. Tað er íløgufelagið, Hermitage Capital, við vinnulívsmanninum William Bowder á odda, sum hevur sent fráboðanina til svensku myndugleikarnar. Tað vóru júst Hermitage Capital og Bowder, sum í síni tíð meldaðu Danske Bank til danska bakmanspolitiið fyri peningahvíttan. Fiskimálaráðið fer ikki at leggja seg útí, at felagið Laksaskip forvinnur milliónaupphædd fyri at lova privatum felagsskapum ikki at fiska villlaks, hóast felagið einki slíkt loyvi hevur. Tað vakti undran, tá tað fyrr í ár kom fram, at felagið Laksaskip hevði gjørt avtalu við tveir privatar felagsskapir Atlantic Salmon Federation og North Atlantic Salmon Fund um at fáa milliónaupphædd aftur fyri ikki at fiska villlaks. Tí hóast líknandi avtalur, sambært felagnum Laksaskip, hava verið galdandi síðani 1991, so vórðu øll veiðiloyvi hjá landinum uppsøgd við 10 ára freist til á nýggjárinum seinast. Og eftirsum einki laksaloyvi er útskrivað undir nýggju skipanini, ja, so er einki laksaloyvi, hvørki at selja, at fiska ella ikki fiska. Í summar segði Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum soleiðis um hendan serliga handilin hjá privata føroyska felagnum tað var í útvarpinum tann 29. juni Útsøgnin hjá landsstýrismanninum við útvarpið fall í sambandi við, at hann hevði svarað fyrispurningi frá Edmundi Joensen, tingmanni. Tann dagin hevði Høgni Hoydal ikki stórvegis fleiri viðmeringar til málið enn tær, hann longu hevði svarað skrivliga, men sum skiltist á landsstýrismanninum, so vóru myndugleikarnir ikki lidnir at viðgera, hvat víðari skuldi henda í málinum, og hvør myndugleiki í sofall átti málið. Tað er Fiskimálaráðið nú, altso liðugt at viðgera, hvat víðari skal henda í málinum um, at Laksaskip selir eina vøru, sum ikki er til, fyri eina milliónaupphædd. Ráðið fer einki at gera. Fiskimálaráðið skrivar til útvarpið, at einki fiskiloyvi er latið at fiska laks í føroyskum sjógvi, og at hetta hava privatu handilspartarnir verið vitandi um í nógv ár eftirhondini. Men teir hava kortini avgjørt at halda fram við avtalu teirra, og sum seinast er endurnýggjað í ár. Fiskimálaráðið metir, at tað undir hesum umstøðum ikki er grundarlag fyri hjá ráðnum at leggja seg útí, hvat privatir partar gera hava avtalu um. Samstundis sum ST ávarar um vanlukkuligar fylgjur, um vit ikki steðga øllum útláti av vakstrarhúsgassum alt fyri eitt, vísa framskrivingar av altjóða flogferðsluni eina fýrafalding av CO2 útlátinum í 2040. Her heima er flogferðslan ikki ein partur av útlátsroknskapinum hjá Umhvørvisstovuni, men flogfør hjá Atlantsflogi stóðu fyri 50.000 tonsum av CO2 útláti í 2017. Gongur tað sum við restini av flogferðsluni, so er útlátið vaksandi. Í ár liggur tað um 800 milliónir tons, og í 2040 verður nøgdin 1600 milliónir tons, um framskrivingarnar av altjóða flogferðsluni verða veruleiki. Tað vil siga ein fýrafaldan av útlátinum í 2010. Bílligari flogferðir og betri vælstandur hevur við sær, at fólk ferðast meira, og tað økir um flogferðsluna, sigur Jan Johannessen, leiðslusamskipari hjá Atlantic Airways. Samstundis ávarar ST um katastrofalar fylgjur, um vit ikki umgangandi steðga øllum útláti av vakstrarhúsgassum í eini umfatandi veðurlagsfrágreiðing. Vit noyðast eisini at steðga ovurupphitingini, so tað ikki verður meira enn hálvt annað stig. Tað vil siga eitt hálvt stig afturat. Sambært tølunum hjá Umhvørvisstovuni hava Føroyar 10 prosent hægri útlát enn í 2005, hóast løgtingið í 2009 samtykti at minka um útláti við 20 prosentum í 2020 sammet við 2005. Men hetta talið er enn hægri í veruleikanum, tí Atlantsflog hevði eitt samlað útlát upp á 50.000 tons í 2017, sum ikki er partur av myndini. Eingi krøv eru til Atlantsflog frá føroysku myndugleikunum, og útlátið hjá Atlantic er sum nevnt heldur ikki partur av føroyska roknskapinum yvir útlát. Franska stjórnin stríðist við at finna stevið, og í gjár boðaði Emmanuel Macron, forseti, frá umfatandi broytingum í stjórnini ikki færri enn fýra nýggir ráðharrar eru útnevndir. Fyrr í mánaðinum legði Gerard Collomb frá sær sum innanríkisráðharri. Sambært eygleiðarum varð hetta gjørt eftir fleiri samanbrestir við forsetan, hóast almenna frágreiðingin var, at hann skal royna at gerast borgarstjóri í heimbýnum Lyon. Umframt at seta nýggjan innanríkisráðharra eru mentamálaráðharrin og landbúnaðarmálaráðharrin koyrdir til hús, og nýtt fólk er sett í teirra stað. Harumframt er ein fjórði ráðharri eisini koyrdur til hús. Bara í ár er oljan dýrkað okkurt um 30 prosent, og greinarar rokna við, at hon heldur fram við at dýrka. Í dag kostar ein tunna av olju 80 dollarar, tað eru 516 krónur. Kim Blindbæk, greinari hjá Sydbank, sigur við danska kringvarpið, at oljuprísurin kann fara heilt upp í 100 dollarar fyri tunnuna, tað eru 644 krónur. Tað er tríggjar ferðir meira, enn tá oljuprísurin var í botni við ársbyrjan í 2016. Tá var ein tunna av olju seld fyri 29 dollarar. Revsitiltøkini gera tað truplari hjá Iran at útflyta olju, tí kemur iranska oljan at mangla á heimsmarknaðinum og tá útboðið minkar, hækkar prísurin ofta. Afturat spentu støðuni millum USA og Iran er kuril eisini komin á tráðin millum USA og Saudiarabia, eftir at journalisturin og system kritikarin Jamal Khashoggi er horvin. Amerikanski forsetin hevur hótt við sanktiónum, um Saudiarabia hevur nakað við tað málið at gera, og tað fær saudiarabisku stjórnina at hótta við at svara aftur. Og tað fær so aftur nakrar greinarar at gita, at Saudiarabia kann brúka oljuna sum vápn. Klaksvík í fokus er heitið á tiltaki, sum kommunan skipar fyri í heystfrítíðini. Hvørt gerandiskvøld letur kommunan dyrnar upp fyri nøkrum av stóru verkætlanunum, sum eru í gongd. Mánakvøldið vórðu so dyrnar latnar upp á Biskupstorgi, har 30 íbúðir eru um at vera klárar. Ósbjørn Jacobsen, arkitektur, greiddi frá miðbýarætlanini og sjálvum Biskupstorginum, áðrenn fólk fingu høvi til at fara runt og hyggja seg um. Óli Jákup Dragaberg, Jákup Pauli Ziskason og Helena Jakobsen og Berghild Ellingsgaard høvdu øll lagt sær leiðina inn í Biskupstorg at hyggja seg um. Tey standa øll á bíðilista til nýggja íbúð. Í 2012 skrivaði Klaksvíkar kommuna út kapping um at skapa nýggjan miðbý. Ósbjørn Jacobsen, arkitektur, vann ta kappingina, og áðrenn fólk sluppu inn at síggja íbúðirnar, hevði hann eina framløgu um nýggja miðbýin. Steinarnir, sum eru lagdir á torgið, eru upprunaliga frá longu kai í Klaksvík, sum vórðu tiknir upp, tí tað var ikki so lætt at fáast við trol og nót á slíkum undirlagi. Jógvan Skorheim, borgarstjóri, í Klaksvík, torir ikki at geva nakað lyfti um innflytingardag, men hann sigur, at um mánaðarskiftið fara Klaksvíkar kommuna og Bústaðir at senda út kunningarskriv við boðum um, nær tilboðini um íbúðir koma og hvat eftir er at gera. Ætlanin var annars, at Jacob Aarup Andersen skuldi gerast nýggjur stjóri, men nú upplýsir Danske Bank í tíðindaskrivi, at Fíggjareftirlitið noktar at góðkenna hann. Orsøkin er, at hann hevur ov lítlar royndir. Fíggjareftirlitið hevur fyribils mett, at tey halda hann vera væl skikkaðan á nógvum økjum, men meta at tørvur er á longri royndum, millum annað á nøkrum av handilsøkjunum hjá Danske Bank, skrivar bankin í tíðindaskrivinum. Nevndin er í samráðingum við aðrar møguligar umsøkjarar til starvið og fer at halda fram at leita eftir tí best skikkaða til starvið, sigur Ole Andersen. Eg helt tað vera einfalt at gera salt, men tað er rættiliga nógv, sum kann gerast fyri at fáa penar saltflykrur úr sjógvi, sigur hann. Svenska bakmanspolitiið hevur almannakunngjørt, at skjøl eru fingin til vega, sum geva illgruna um, at peningastovnurin Nordea møguliga hevur hvítvaskað pengar. Ein frágreiðing, sum Danmarks Radio hevur fingið hendur á, vísir, at talan møguliga er um hvíttan av pengum fyri yvir eina milliard krónur. Myndugleikar í bæði Svøríki, Norra og Danmark hava fingið fráboðanir um møguliga hvíttan av pengum í Nordea. Tað er bretski vinnulívsmaðurin, William Bowder, sum hevur givið fráboðanirnar. Tað var eisini hann, sum gjørdi vart við, at Danske Bank hvíttaði pengar. Svenska bakmanspolitiið váttar, at tey hava fingið fráboðan um Nordea. DR sigur seg hava skjøl, sum vátta, at danskir og norskir myndugleikar í gjár fiingu fráboðan um Nordea, men hetta kann danska bakmanspolitiið tó ikki vátta. Frágreiðingin, sum DR nevnir, vísir illgrunasamar flytingar fyri umleið 1,1 milliardir krónur til kontur í deildum hjá Nordea í Svøríki, Finlandi, Danmark og Norra. Og flytingarnar hava eisini samband við málið um Danske Bank. Hesa ferð er talan um flytingar í Norðurlondum, og í norðurlendskum høpi er talan um eitt stórt mál, sigur Jakob Dedenroth Bernhoft, stjóri í revisorjura.dk og serfrøðingur í peningahvíttan. Fútin og Vørn høvdu fund um málið tann 28. august. Tá varð avgjørt, at Vørn skuldi gera eitt tilmæli, tí málið er ikki so einfalt, og loysnin kann ávirka onnur mál. Skiparin á Nærabergi varð skuldsettur hálvan juli, tí Næraberg skal hava blakað svartkjaft fyri borð. Eygleiðari hjá Vørn var við Nærabergi í juli. Tá Næraberg kom á Fuglafjørð leygarkvøldið 14.juli, stóðu politiið og Vørn fyri skipinum. Tað gjørdu tey, tí eygleiðarin boðaði frá útblaking. Vørn mælti til í samráði við ákæruvaldið, at veitast skuldi trygd fyri einari millión og 550.000 krónur, áðrenn skipið slapp at loysa aftur. Meðan landsstýrið áhaldandi arbeiðir fyri at áseta eina tilfeingisrentu fyri fiskivinnuna, so hevur landsstýrið slept ætlanini um at áseta tilfeingisrentu fyri alivinnuna. Serliga skattanevndin, sum landsstýrið setti at gera eina skattanýskipan, mælir annars til at seta í gildi meginregluna um tilfeingisrentu á alivinnuna. Skipanin, sum Skattanevndin mælir til, er ov dýr fyri alivinnuna og ov tung at umsita, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum. Alivinnan skal kasta meira av sær til landskassan. Ítøkiliga 16,5 milliónir afturat, soleiðis at inntøkan frá sonevnda tøkugjaldinum verður 165 milliónir krónur næsta ár. Týsdagin fer løgtingið at viðgera uppskotið frá Poul Michelsen, sum varð lagt fram saman við fíggjarlógaruppskotinum fyri 2019. Tað snýr seg um at broyta tøkugjaldið, soleiðis at tað verður fimm prosent av marknaðarprísinum, tá hann fer uppum 36 krónur. Hægsta tøkugjaldið í dag er 4,5 prosent, tá marknaðarprísurin fer upp um 27 krónur kilo. Er prísurin á altjóða marknaðinum lægri, er prosentvísa tøkugjaldið eisini lægri. Er marknaðarprísurin lægri enn framleiðslukostnaðurin, er tøkugjaldið hálvt prosent. Uppskotið hjá landsstýrismanninum er ein tillaging av verandi tøkugjaldi ið sum nevnt skal geva nakrar milliónir afturat í landskassan, nú laksaprísurin er høgur. 1. desember í fjør lat serliga skattanevndin, ið landsstýrið setti at gera ein skattareform, úr hondum eina 150 síður drúgva frágreiðing um, hvussu skattaskipanin eigur at síggja út. Skattanevndin mælir til at áseta eina tilfeingisrentu fyri alivinnuna. Tilfeingisrentan er staðfesti vinningurin, tá framleiðslukostnaðurin og vanligi vinningurin eru drigin frá umsetninginum. Hetta er sama meginregla, sum landsstýrið roynir at áseta fyri fiskivinnuna, og tað verður gjørt í lógarupppskotinum um veiðigjald, sum framvegis er til politiska viðgerð innanhýsis í samgonguni. Fyri alivinnuna mælir Skattanevndin í síni frágreiðing til, at loyvisgjaldið verður 80 prosent av mettu tilfeingisrentuni. Tað vil siga, at tá vinnan hevur drigið framleiðslukostnaðin og ein vanligan vinning svarandi til seks prosent frá umsetninginum, so skulu 80 prosent rindast í skatti av restini. Hetta er mest rættvísi mátin at áseta virðið á rættin at gagnnýta aliøkini bæði tá laksaprísurin er lágur, og tá hann er høgur, heldur Skattanevndin. Skattanevndin setir upp eitt dømi, sum tekur støði í roknskapunum hjá alifyritøkunum fyri 2016. Úrslitið er, at alivinnan eigur at rinda umleið 400 milliónir krónur um árið í loyvisgjaldi, um meginreglan við tilfeingisrentuni verður brúkt. Í viðmerkingunum til lógaruppskotið um at tillaga verandi tøkugjald skrivar Poul Michelsen, at eftir hansara tykki er tað ikki skilagott at loyvisgjaldið verður hækkað so nógv, sum skattanevndin mælir til. Og landsstýrismaðurin hevur eisini eina hugsan um mátan, sum Skattanevndin mælir til at brúka tað vil siga meginregluna við tilfeingisrentuni. Mett verður, at bæði fyri alivinnu og fyri umsitingina av skipanini er eitt nýtslugjald royalty ein einfaldari skipan enn eitt gjald á tilfeingisrentuna, sum er ein tung skipan at umsita. Føroyska U17 landsliðið hjá gentum vann í morgun fjórðingsfinaluna ímóti Íslandi 3 1 í norðurevropiskari kapping í flogbólti, sum í hesum døgum er í Ikast í Danmark. Andr Olsen, Sigfríður Clementsen, Trónur Arge og Atli Gregersen taka samanum seinastu tveir Nations League dystirnar hjá føroyska landsliðnum. Og spenningurin var stórur, nú kannabis er vorðið lættari at fáa hendur á. Fleiri handlar høvdu opið á midnátt, og bíðirøðirnar vóru langar at sleppa fram at evninum. Og soleiðis ljóðaði tað, tá klokkan var farin av midnátt í einum handli í Nýfundlandi. Eg haldi at eg ongantíð áður havi verið so spentur um nakað, sum eg eri í nátt, segði Ian Power, sum stóð í bíðirøðini við diskin sambært hesum klippinum, sum er á heimasíðuni hjá DR . Longu í 2001 varð tað loyvt at keypa kannabis til medisinsk endamál í Kanada, men stjórnin hjá Justin Trudeau, forsætisráðharra, hevur seinastu gott tvey árini arbeitt fyri at gera kannabis enn frælsari. Tá lógarbroytingin varð samtykt í juni í ár, boðaði Trudeau frá, at tað frá 17. oktober fór at vera loyvt at keypa og roykja ein joint. Tey, sum selja kannabis, skulu vera serliga góðkend til endamálið. Roknað verður við, at umleið 150 handlar í Kanada fara at selja kannabis. Kanada er næsta landið í heiminum, sum loyvir borgarum at keypa kannabis til onnur enn heilsufremjandi endamál. Í Uruguay varð loyvt at keypa kannabis í 2013. Í øðrum londum hava tey eisini linkað lógina um kannabis, men tá er tað vanliga til medisinsk endamál. Arbeitt hevur verið við ætlanini í fleiri ár, og á eini ráðstevnu í Keypmannahavn fyrradagin skrivaðu Føroyar saman við fleiri øðrum londum undir eina avtalu um samstarv. Talan var um fjórðu ráðstevnuna um evnið. Hildið verður, at fimtihvør fiskur sum verður seldur, er fiskaður ólógliga, og at talan er um meir enn 150 milliardir krónur, sum hvørt ár hvørva av ólógliga fiskiskapinum. Føroyar hava verið virknar í altjóða samstarvi seinastu árini, og eitt aðalmál hevur verið at fáa smá lond, sum eins og Føroyar hava stórt havøki, at savnast um felags áhugamál. Tey flestu londini eru í Suðurkyrrahavinum, har nógvur ólógligur fiskiskapur fer fram, og á ráðstevnuni var fundur við fleiri av teimum londunum fyri at fáa tey við í samstarvið, sigur landsstýrismaðurin Tað hevur týdning at samstarva, tí tað kann gerast ein fyrimunur fyri Føroyar um viðurskiftini verða samskipað, tí tá kann meir fáast fyri fiskin, sum er neyðugur kring allan heimin, sigur Høgni Hoydal. Útivið 10 lond er við í avtaluni higartil, tey eru Føroyar, Noreg, Indonesia, Sri Lanka, Namibia, Ghana, Solomonoyggjarnar, Palau og Kiribati. Londini hava egna lóggávu, sum miðar eftir at steðga ólógliga fiskiskapinum, og tað er eitt stórt framstig, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum. Ætlanin er at ein slík ráðstevna skal vera í Føroyum í september næsta ár. Tá verður serligur dentur lagdur á eftirlit, har altjóða løgreglufelagskapurin, Interpol skal vera við. Ætlanin er at fáa so nógvar stórhavstjóðir sum møguligt við á ráðstevnuna, sigur Høgni Hoydal, sum skrivaði undir sáttmálan fyri Føroyar. Danski fiskimálaráðharrin hartar í dag felagið hjá donsku uppsjóvarvinnuna fyri at renna undan ábyrgd í enn einum máli um álvarsligar ábreiðslurnar frá Ríkisgrannskoðanini. Eva Kjer Hansen, fiskimálaráðharri sigur við Berlingske Tidende, at hon er ovfarin um, at stjórin í uppsjóvarfelagnum sigur, at trupulleikarnir einki hevur við uppsjóvarreiðaríini at gera. Ríkisgrannskoðanin hevur víst á, at umsitingin av fiskivinnuøkinum hevur verið so ónøktandi, at illgruni er um, at svik er farið fram í eini røð av málum um studning. Fimm persónar eru meldaðir til løgregluna í kjalarvørrinum á ábreiðslunum frá grannskoðanini. Tað er, sum fiskivinnan ikki hevur skilt, hvussu atfinningarsom frágreiðingin er, og hvussu stórur trupulleikin er, sum vit standa í, sigur hon við blaðið. Samstundis finst hon eisini at øðrum feløgum í fiskivinnuni, millum annað Danmarkar Fiskivinnufelag. Ráðharrin sigur beint fram, at best man vera hjá vinnuni at taka atfinningarnar til sín og arbeiða meira við at byggja álitið upp aftur í almenninginum. Einki slag av Brexit kann nær námind lúka tey lyfti, sum Brexit stríðsfólkini komu við undan fólkaatkvøðuni Lyftini vóru atkvøðu dragandi gykl, ikki ordiligur politikkur. Tað sigur fyrrverandi konservativi forsætisráðharrin í Bretlandi, John Major, nú tíðin rennur úr tímaglasinum í tingingunum millum ES og Bretland um skilnaðin. Í fyrilestri í London í gjár hartaði og ávaraði John Major tey, sum upp undir fólkaatkvøðuna sannførdu bretsku veljararnar um at atkvøða fyri loysing frá ES. Brexit fer at skaða okkara nationala og persónliga ríkidømi og kann á ringasta hátt hótta okkara trygd. Brexit kann enntá, sum frálíður, skræða okkara Sameinda Kongsríki sundur. Og Brexit fer púra víst at avmarka útlitini fyri okkara ungdóm, sigur fyrrverandi konservativi forsætisráðharrin. John Major, sum var ráðharri í stjórnini hjá Margareth Thatcher og sjálvur sat sum forsætisráðharri frá 1990 til 1997, finst eisini hvassliga at eitt nú Boris Johnson og David Davis, sum hann sigur við beráddum huga undirgrava bretska stjórnarleiðaran, Theresu May, bara fyri sjálvir at sleppa framat. Heilsuverkið í Bretlandi vildi verið eins trygt í hondunum á Johnson og teimum sum ein hamstari hjá eini svangari pyton slangu, segði John Major og minti á, at Brexit stríðsfólkini lovaðu fólki, at heilsuverkið fór at fáa 350 milliónir pund um vikuna, um bara Bretland vildi loysa frá ES. Íslendski forsetin er gestur í Nón. Guðni Th. Jóhannesson greiðir millum annað frá, hví íslendingar eru so ernir av sínum fullveldi. Íslendingar atkvøddu mestsum einmælt fyri fullveldinum. Vit tosa eisini við íslendska søgufrøðingin og høvundan Gunnar Thór Bjarnason um hetta, at eingin sambandsrørsla var yvirhøvur í Íslandi. Hvat gjørdi, at Ísland fekk fullveldi í 1918 Og hvørjar eru orsøkir, búskaparligar og politiskar, at Ísland og Føroyar hildu so ymsa sjálvstýrisleið Søgufrøðingarnir Erling Isholm og Hans Andrias Sølvará koma í útvarpsstovuna. Tóra Tóroddsdóttir og Jóhann Ólavson eru íslendingar, sum hava búð nógv ár í Føroyum. Hvussu ber tað til, at íslendingar standa seg so væl á altjóða ítróttarvøllum. Vit spyrja Una Arge, sum búleikaðist trý ár sum yrkisleikari í Íslandi. Íslendska málið er ein sterkur partur av teirra samleika. Vit tosa við Turið Sigurðardóttir, bókmenta og málfrøðing, um strevið at varðveita og menna málið. Íslendski rithøvundurin Hallgrímur Helgason hevur skrivað politiska skaldsøgu um abbadóttir fyrsta forsetan í Íslandi. Vit ringja til høvundan. Tematýsdagurin í Nón snarar um Ísland, og sendingin kann hoyrast her. Og forsetin í ES, Donald Tusk, hevur biðið Theresu May, forsætisráðharra, um at koma við ítøkiligum uppskotum um framtíðina undan fundinum í kvøld. Og neyðugt er við eini semju skjótt, so ES londini kunnu broyta viðurskiftini í góðari tíð, áðrenn Bretland fer úr ES í mars næsta ár. Undan fundinum sigur Donald Tusk, at smá útlit eru fyri nakrari semju í løtuni, tí einki spurdist burturúr fundinum um vikuskiftið ímillum bretska samráðingarleiðaran, Dominic Raab, og samráðingarleiðaran hjá ES, Michel Barnier. Frágreiðingin, sum eg fekk frá Barnier, gevur ikki ábendingar um, at nakað stórvegis hendi á fundinum um vikuskiftið, sigur Donald Tusk. Samráðingarleiðarin hjá ES, Michel Barnier, sigur, at neyðugt er við longri tíð til samráðingarnar um Brexit. Tað er neyðugt fyri at finna skilabestu loysnina, sigur Barnier. Og tíðin, tá Bretland skal fara úr ES, verður ásett til 31. desember í 2020. Í tí tíðarsekiðinum skal Bretland vera við í tollsamstarvinum og innara marknaðinum í ES. Stór ósemja er um markið ímillum Írland, sum verður verandi í ES, og Norðurírland, sum fer úr ES saman við Bretlandi. Og bretski samráðingarleiðarin vildi ikki skriva undir nakra avtalu um markið á fundinum um vikuskiftið. Miðlar skriva, at bretska stjórnin skal taka undir við eini fyribilsloysn um markið millum Írland og Norðurírland, men tað vilja øll ikki, tí so verður Bretland verandi í tollsamstarvi við ES í óásetta tíð. David Davies, sum í summar fór frá sum bretskur samráðingarleiðari, sigur í eini grein í The Sunday Times, at tað, sum Theresa May, forsætisráðharri, nú arbeiðir við, er burturúr vón og viti. Eisini í Norðurírlandi er stórur ivi, tí flokkurin DUP, sum samstarvar við Theresu May, sigur seg bera ótta fyri, at May ætlar at gera eina avtalu við ES, sum hevur við sær, at Norðurírland verður verandi ein partur av innara marknaðinum í ES fyri at sleppa undan ósemju á markinum til Írland. Theresa May hevur brúk fyri norðurírska flokkinum fyri at tryggja sær meiriluta í parlamentinum. Annars er vandi fyri at bretska stjórnin kemur í minniluta og má leggja frá sær. BBC skrivar í dag, at í minsta lagi 18 fólk hava latið lív, og um 40 eru løstað av einum álopi á ein skúla á Krim hálvoynni í Ukreina í dag. Fyrst varð hildið, at ein gassleki var orsøkin til brestin, men tað varð skjótt avsannað, og myndugleikar arbeiddu við ástøðinum um, at ein næmingur var farin inn í skúlan við eini bumbu. Krim hálvoyggin hoyrir formliga enn til Ukreina. Russland legði annars økið undir seg í 2014, tá ein fólkaatkvøða í Krim vísti, at ein meiriluti ynskti at hoyra til Russlands heldur enn Ukreina. Stór spurnartekin vórðu sett við um fólkaatkvøðan fór rætt fram. Viðurskiftini millum Russland og Ukreina eru framvegis ikki komin í rættlag eftir naggatódnina í 2014 og russiskt stuðlaði tingformaðurin á Krim hálvoynni, Vladimir Konstatinov, hevur eisini alment sagt, at hann heldur stjórnina í Kiev hava ábyrgdina av álopinum. Tølini frá Hagstovuni og Umhvørvistovuni eru dagførd í juli í ár, og tey vísa, at tá gongd er undir ketlunum í byggvinnuni og fiskiídnaðinum, ja, so sæst tað sera væl aftur á botnlinjuni á umhvørviskontuni. Ein minking er seinastu tvey árini, men hon stavar serliga frá, at verksmiðjuskip og nótaskip hava bunkrað minni av olju í Føroyum. Olja, sum føroysk fiskiskip bunkra uttanlands, telur nevniliga ikki við í føroysku uppgerðini, men í uppgerðini í tí landinum, har bunkrað varð. Løgtingið samtykti fyri mongum árum síðani, at útlátið næsta ár skal vera 20 prosent minni enn í 2005. Men tølini tala ístaðin fyri at fara 20 prosent niður eru vit farin 10 prosent upp, so samlaða útlátið nú er yvir eina millión tons. Jørundur hundadagakongur er jubileumsleikur, nú Havnar Sjónleikarfelag fyllir 100 ár. Birna Heinesen og Barbara í Stórustovu, dramaturgar, ummæla leikin. Tiltakið Hoyma verður um vikuskiftið. Vit fregnast hjá fyriskiparanum Sigvør Laksá og Jón Tyril. Øssur Johannesen hevur í hesum døgum listaframsýning á Psykiatrisk Center Amager, og samstundis er útkomin bóklingur við teimum 38 verkunum á framsýningini. Kinna Poulsen listaummælari kemur at ummæla útgávuna fyrst í seinna tímanum. Og Tummas Jákup Thomsen hevur myndlistaframsýning í Myndlist. Vit hitta listamannin í framsýningarhølunum. Huldufólk er spennandi og óhugnaligur sjónleikur á tjóðsavninum til børn úr 2. flokki. Sóleyð Danielsen leikstjóri vitjar í útvarpsstovuni síðst í sendingini. Sendingin kann hoyrast her Jørundur Hundadagakongur er jubileumsleikur hjá Havnar Sjónleikarfelag, sum í ár hevur 100 ár á baki. Leikurin og ikki minst pallurin er ein heiðurlig gáva til Havnar Sjónleikarfelag, siga ummælararnir Birna Heinesen og Barbara í Stórustovu, dramaturgar. Uppsetingin er stór. Tað eru einir 40 leikarar og sangarar á og rundan um pallin, sum er smíðaður út eftir øllum gólvinum, har áskoðararnir tíðum eru ein partur av leikmyndini. Tað er eitt bragd av leikstjóranum at hava fingið so nógv burturúr áhugaleikarum, halda ummælararnir. Netupp tað, at hetta er áhugaleikur, hóskar væl til at heiðra Havnar Sjónleikarfelag. Hvar hevur hesin høvuðsleikarin verið, siga tær millum annað um avrikið hjá Torkil B. Tórgarð, sum spælir leiklutin hjá Jørundi Hundadagakongi. Hoyr alt ummælið her. DR og Politiken hava í samstarvi við fleiri onnur miðlafeløg í Evropa funnið fram til, at tilsamans er talan um 410 milliardir krónur, ið ólógliga eru útvegaðar frá landskassunum í Danmark, Týsklandi, Belgia, Fraklandi og Italia. Millum annað eru tað fíggjarfólk úr fleiri íløgubankum í Evropa, ið hava framt svikið. Harafturat kemur fram í skjølunum, sum miðlarnir hava fingið innlit í, at í fleiri førum hava leiðslur í bankunum eisini vita av svikinum, men hava latið tað farið fram alíkavæl. Talan er um nakrar av heimsins størstu bankum so sum bretska Barclays og amerikanska JP Morgan. Til dømis hevur Danmark skattaavtalur við fleiri onnur lond, sum innibera, at skattur av vinningsbýti verður afturgoldin, um útlendskir grunnar gera íløgur í donsk partabrøv. Á tí degi, har skattur av vinningsbýti skal rindast, hevur tann grunnurin lænt donsk partabrøv frá eigara, ið eisini býr í einum landi, ið hevur somu skattaavtalu við Danmark um afturbering av vinningsbýtisskatti. Sama dag verða partabrøvini handað aftur frá grunninum til upprunaliga eigaran, og á tann hátt kunnu báðir partar biða um at fáa skattin afturrindaðan, hóast bert tann eini hevur rindað hann. Tað kunnu tey gera, tí báðir partar kunnu vísa á, at teir hava havt partabrøvini undir hond tann dag, ið skatturin skuldi rindast. Týskland er harðast rakt, har svikað er fyri 237 milliardir krónur. Franski landskassin hevur mist 127 milliardir og danski landskassin hevur mist 12.7 milliardir. Fer handilskríggið kring heimin at halda fram, so kann úrslitið vera, at milliónir av fólkum fara at missa starvið. Tað eru greiðu boðini frá heimshandilsfelagskapinum, WTO. Stjórin í handilsfelagskapinum, Roberto Azevedo, sigur, at gongdin fer at hava við sær, at fólk og fyritøkur mugu laga seg til nýggju avbjóðingina, og at tað fer at taka tíð. Tí er vandi fyri, at milliónir av fólkum fara at missa arbeiðið. Handilsósemjur eru fleiri staðni í heiminum, og ringasta stríðið er ímillum USA og Kina, sum meginpartin av hesum árinum hava lagt toll og avgjøld á vørur hjá hvørjum øðrum. Amerikanski forsetin, Donald Trump, er sera ónøgdur við, at USA hevur stórt hall í handlinum við Kina. Í fjør seldi USA vørur til Kina fyri 130 milliardir dollarar, samstundis sum Kina seldi USA vørur fyri 505 milliardir dollarar. Tí hevur Trump í ár lagt toll og avgjøld á kinesiskar vørur fyri 250 milliardir dollarar. Amerikanski forsetin hevur eisini hótt Evropa, og líkt er ikki til, at handilskríggið hæsar av í bræði, sigur stjórin í heimshandilsfelagskapinum, Roberto Azevedo. Finalan í gentukappingini er nú millum Danmark og Finland, meðan Føroyar og Norra skulu spæla um bronsuna. Tann dysturin er klokkan 11 í dag. Theresa May skuldi á ES toppfundi í gjár sannføra sínar evropeisku starvsfelagar um, at Bretland var komið nóg langt áleiðis í fyrireikingum til Brexit, og at stjórnin hevði ein meiriluta fyri sínum ætlanum. Tað kláraði hon ikki, og tí eru Brexit samráðingarnar, sum skuldu verða í november mánað, avlýstar, tí ES londini siga nú, at framstigini higartil ikki eru nóg stór. Eisini er lagt upp til, at tá Bretland skal úr ES, sum er í mars í næsta ár, skal tillagingartíðin verða longd við einum ári afturat. Tillagingartíðin er tíðin eftir mars í 2019, har Bretland skal rigga síni viðurskiftir við ES av. Í løtuni er tað tíðarskeiðið av í desember 2020, men nú er talan um at leingja til desember 2021. Verður tað gjørt, hevur tað við sær, at Bretland verður verandi í bæði tollsamstarvinum og felagsmarknaðinum í nøkur ár afturat. Theresa May hevur havt torført við at sannføra sínar stjórnarlimir um, at hon er tann rætta at samráða Bretland úr ES, men tað gerst torførari og torførari fyri hana, tí samráðingarnar ganga ongan veg, og higartil er lítið ítøkiliga komið burturúr. Hóast eg ikki havi brotið lógina, so havi eg gjørt av at fara frá sum landsstýriskvinna, tí illgrunin er ov nógv fyri meg og familjuna, segði landsstýriskvinnan í heilsu og lógarmálum á tíðindafundi í gjár. Doris J. Jensen segði á tíðindafundinum, at tað var ein, sum hevði búð sama stað sum hon og familjan, men at viðkomandi ikki búði har longur. Hon segði eisini, at illgruni er ímóti sær og manninum fyri at hava misnýtt bensinkortið, og tað vilja tey ikki hava sitandi á sær. Tí hevur hon gjørt av at leggja frá sær. Hon fer ikki at bíða eftir eini kanning, sum verður gjørd. Heildarkvotan fyri tosk í Barentshavinum er nú ásett at verða 725.000 tons 2019. Tað eru Norra og Russland komin ásamt um í samráðingum. Heildarkvotan fyri hýsuna varð ásett at verða 172.000 tons fyri 2019. Tað er eisini ein lækking á 30.000 tons í mun til árið í ár, tá kvotan var 202.000 tons. USA hevur nú biðið Turkaland um at útvega upptøkuna, sum eftir øllum at døma vísir, at saudiarabiski journalisturin, Jamal Khashoggi, varð tikin av døgum í saudiarabisku sendistovuni í Istanbul. Khashoggi, ið skrivaði atfinningarsamar greinar móti stýrinum í Saudi Arabia, varð seinast sæddur 2. oktober, tá hann fór inn á sendistovuna. Eisini verða 15 saudiskir agentar sæddir fara inn á sendistovuna aftaná tíðindamannin, og sambært New York Times hava í øllum fýra av teimum samband við kongshúsið í Saudiarabia. Upptøkan, sum turkiskir myndugleikar siga seg sita inni við, skal prógva, at journalisturin varð tikin av døgum, og á upptøkini er málið á saudiarabiska sendimanninum í Turkalandi, Mohammed al Otaibi, eisini at hoyra. Dagtilhaldið, sum er eitt tilboð til heimabúgvandi pensjónistar í norðoyggjum, er opið fýra dagar um vikuna, og har verður bundið, sungið, spælt og etið. Vit hava verið á vitjan í tilhaldinum og prátað við Ingibjørg Mikkelsen, Óluvu Dalsenni, Hildubjartu Jacobsen, Jytte Thomsen, Richard Johannesen, Rannvá Wolles og Petrinu Hansen. Í vesturbýnum í Havn býr 95 ára gamla Katrina Maria Olsen. Hon fær vitjan eina ferð um vikuna, tá Guðbjørg á Lofti, sum er vitjanarvinur hjá Reyða Krossi, støkkur inn á gólvið. Tær práta og hugna sær saman, og tað er gevandi fyri báðar. Katrina fær gestir, og Guðbjørg fær innlit í lívið hjá Katrinu, sum dugir væl at siga frá. Reyði Krossur hevur havt vitjanartænastu í fleiri ár, og tænastan er ment nógv øll árini og fevnir nú um næstan alt landið, siga Eyrith Guttesen Leyni og Marin Samuelsen frá Reyða Krossi. Eftirsjúka er tað, sum ger, at ein influensa kann verða vandamikil, tí tað er júst eftirsjúka, sum kostar mannalív, sigur Djóni Joensen og heldur fram Eftirsjúka kann ofta vera lungnabruni, sum blívur til ein bakteriellan lungnabruna, og tá er tað vandamikið, sigur Djóni Joensen. Dregur influensan út, ella tú gerst verri fyri eftir eina viku, so skalt tú vita, at tað møguliga kann vera talan um eftirsjúku, sigur Djóni Joensen. Í Málteiginum hesaferð verða dømi um, nær tað er rætt at brúka orðini, sín, hansara, hennara og teirra. Reglan er, at sín altíð vísir aftur til grundliðin, meðan hansara vísir til onkran annan. Men tað er ikki altíð so einfalt, vísa dømini, sum komin verða inná Pól koyrir í sínum bili. Her er ongin ivi, Pól eigur bilin. Pól koyrir í hansara bili. Her er tað onkur annar, sum eigur bilin. Pól bað Sáru koyra við sínum bili. Er tað nú Pól ella hon, sum eigur bilin Lurtari spyr, um tað ber til at brúka orðingarnar, tú fann, og tú kann, heldur enn tú fanst og tú kanst. Tað er ein spurningur um málføri, sigur Elin Henriksen. Nomið verður eisini við orð, sum eita líka í eintali og fleirtali, eins og vit umrøða nýggja orðið, sangdubbing, sum er karóki. Tað er heilt ótrúligt, sum gløggskygni og radarin hjá konufólki sær væl, tá vit menn hava gjørt okkurt skeivt, ella hava okkurt at fjala. Men radarin svíkir púrasta, tá tit skula bakka inn í garasjuna, tí tað krevur eina neyva meting av frástøðuni ímillum veggin í garasjuni og kúfangaran, meðan tú koyrir. Og tey evnini eru staðsett fremst í høgraheilanum, har sum sansirnir fyri rúmi er, og tann sansurin er ikki serliga fullmentur hjá konufólki. Tá alarin er heppin og tjenar nógvar pengar, tí laksaprísurin á altjóða marknaðinum hækkar munandi, so má landskassin og harvið eisini Føroya fólk sleppa at vera heppin og fáa sín part av tí eyka stóra vinninginum. Tað sigur búskaparfrøðingurin Kári Petersen, sum var formaður í Skattanevndini, sum í desember í fjør lat landsstýrinum rúgvusmikla frágreiðing um at broyta skattapolitikkin. Rúgvusmikla frágreiðingin frá Skattanevndini hjá landsstýrinum, sum undir yvirskriftini Lættari, rættari og grønari skuldi vera fakliga grundstøðið undir eini komandi skattaskipan, hevur fingið eitt ógvusligt skot fyri bógvin. Ein nýggj og stór inntøkukelda hjá landskassanum skal, sambært Skattanevndini, koma frá eini tilfeingisrentu á alivinnuna. Tað vil við dagsins prísum á altjóða marknaðinum geva landskassanum 400 milliónir í inntøku. Men landsstýrismaðurin í vinnumálum sigur nei. Poul Michelsen er í staðin komin í løgtingið við lógaruppskoti um at tillaga verandi tøkugjald, sum alivinnan rindar í dag. Kári Petersen var formaður í Skattanevndini, sum í hálvtannað ár arbeiddi við uppskotum og tilmælum um eina nýggja skattaskipan, og sum lat landsstýrinum sína frágreiðing 1. desember í fjør. Hann vísir aftur, at uppskotið frá Skattanevndini er tungt og torskilt. Og hann heldur eisini fast um, at uppskotið er sett soleiðis saman, at vinnan rindar tilfeingisgjaldið í mun til yvirskotið. Kári Petersen vísir á, at síðstu árini eru laksaprísirnir á altjóða marknaðinum hækkaðir sera nógv, men landskassin fær ikki sín part av vinninginum. Stutt sagt tí at galdandi lóggáva ikki tekur atlit til tilfeingisrentuna og tað tilfeingisgjald, sum landskassin sambært Skattanevndini átti at fingið. Vinnan rindar einki, tá tað gongur illa. Hon rindar lítið, tá tað gongur hampiliga væl, og vinnan betalir nógv, tá tað gongur ordiliga væl, sigur Kári Petersen, formaður í Skattanevndini. Tað leigumálið er øgiliga nógv vert fyri tann, sum hevur leigumálið, tá tað gongur væl í vinnuni. Tað er einki vert, tá tað gongur illa. Tí er tilfeingisrentan tann rætti mátin, tí tá rindar tú bara av tí yvirnormala avkastinum, sigur Kári Petersen. Kári Petersen greiðir frá einum dømi, har alivinnan upp til 2012 hevði eitt avlop upp á 4 krónur kiloið. So flytir laksaprísurin seg og gerst betri, og frá 2012 til 2015 hækkar prísurin upp í 15 krónur kiloið. Seinastu tvey árini hevur vinningurin ligið á 20 25 krónur fyri hvørt kilo. Sambært Kára Petersen hevur prísvøksturin einki við vinnuna at gera, tí vøksturin kemur av príssveiggjum á heimsmarknaðinum. Tí kallar hann avlopið heppið. Man kann siga, at tað er øgiliga heppið, tí tað hevur ikki nakað við raksturin í vinnuni at gera. Tað er prísútsving, sum koma frá heimsmarknaðinum, og tað er sera heppið fyri alivinnuna, sigur hann. Tá ið tað nú er ognin hjá landinum, sum verður brúkt til at forvinna hasar pengarnar, so meina vit tað, at landsstýrið eisini eigur at vera heppið. Tí eigur landið eisini ein part av tí hepninum, sum er, at vinningurin fer frá 4 krónum upp í 25 krónur, sigur hann. Men sambært tí, sum landsstýrismaðurin hevur lagt fram, so verður gjaldið hjá alarinum í mesta lagi 2,50 krónur fyri kiloið, og sambært Kára Petersen er tað øgiliga lítið, tá vinningurin hjá alarinum er upp til 25 krónur kiloið. Í lógaruppskotinum hjá Poul Michelsen verður verandi tøkugjald á alivinnuna broytt, soleiðis at vinnan kemur at rinda 5 av umsetninginum í tøkugjaldi, tá laksaprísurin á altjóða marknaðinum fer uppum 36 krónur kilo. Tað skal geva landskassanum 165 milliónir næsta ár minni enn helvtina av tí, sum Skattanevndin mælir til at krevja inn í tilfeingisgjaldi frá alivinnuni, nú laksaprísirnir eru høgir. Tað er serliga í útflutningi av makreli, sild og svartkjafti, at vit síggja munin. Afturgongdin er 37 prosent, ið er eitt virði á 316 milliónir. Frá 850 milliónum niður í 534 milliónir. Tað er eisini ein minking í útflutningi av laksi. Minkingin í luftalli er 17 prosent, og peningaliga virðið á tí er 443 milliónir frá 2,5 milliardum niður í 2,1 milliardir. Hoyr sendingina her Magnus Tausen, Gudbjørg á Lofti, Katrina Maria Olsen, Marin Samuelsen, Eyðrit Guttesen Leyni, Tróndur Kragesteen, Ingibjørg, Hildibjarta, Óluva, Rannvá, Petrina og Elin Henriksen Hetta er kanska baksíðan av búskaparvøkstrinum, at vit dálka meira, tí tað hevur verið øgiliga stór framgongd í vinnuni og í fólktali, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í umhvørvismálum. Men tað er farið skeiva vegin, tí heldur enn at fara 20 prosent niður, er útlátið vaksið við 200.000 tonsum, so tað er omanfyri eina millión tons nú samanborið við omanfyri 800.000 í 2005. Vit eru bangin fyri, at um vit legga avgjøld á, so seinka vit orkuskiftið, sigur hon. Vit vilja heldur eggja til at leggja um og royna at gera tað bíligari, sigur landsstýriskvinnan. Sirið Stenberg ásannar, at tað verður trupult at náa málinum um at minka um útlátið við 20 prosentum, men landsstýriskvinnan er bjartskygd um møguleikan at minka um útlátið annars. Vit skulu gera tað, sum vit kunnu. Vit hava møguleika fyri at minka munandi um útlátið, men tað krevur, at vit fáa átøkini í orkuætlanini, sum vit hava fingið handaða, ígjøgnum, sigur landsstýriskvinnan í umhvørvismálum. Dreingirnir á U 17 lansliðnum vunnu fyri løtu síðani bronsuna í Norðurevropisku kappingini í flogbólti, NEVZA, sum í hesum døgum er í Ikast í Danmark. Í 2015 gjørdist David heimsmeistari í kappingini Mens Physique, sum felagsskapurin World Natural Bodybuilding federation skipaði fyri. Hvørt leygarkvøld í seks vetrar hevur hann skonkt sangir og smásøgur úr Plátubarrini, og nú leygarkvøldið leggur hann aftur til brots. Jákup Magnussen, vertur í Plátubarrini, er hósdagsgestur í Nón. Myndlistamaðurin Brandur Patursson er ein teirra, sum á fyrsta sinni hevur fingið listaløn í trý ár. Vit práta við Brand um ætlanir og list sum fast starv. Í Suðuroy ætlar SEV at útbyggja orkukervið við vindmyllum og størri vatngoymslu í Ergidali vestan fyri Hov. Hvussu stór inntriv kunnu vit gera í náttúruna fyri at vinna grøna orku Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, Herleif Hammer, stjóri á Tjóðsavninum, og Martin á Fløghamri frá FNU fara at kjakast um grøna orku og náttúruinntriv í Ergidali fyrst í seinna tímanum. Tað er ein hugtakandi og rørandi sjónleikur, skaptur úr dokumentariskum tilfari um harðskap í heiminum. Leikurin verður framførdur í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið, og vit fregnast hjá verkætlanarleiðaranum, Sunnuvu Bæk. Fyrrverandi lektarin á Føroyamálsdeildini, Eivind Weyhe, heldur ikki, at navnalógin skal broytast, men hann skilir ikki, hvussu lógin verður tulkað løtuni. Fólk á gøtuni, sum Dagur og Vika tosaðu við, halda, at Irdið skal sleppa at eita Irdi við ongum ð, og at navnalógin skal broytast. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, viðgongur, at vit røkka ikki málinum um at minka CO2 útlátið við 20 prosentum í 2020. Klaksvíkar kommuna skipar í hesum døgum fyri einum tiltaki, har ljós verður varpað á ymsar verkætlanir, sum standa i gerð í Klaksvík. Patrik Johannesen sigur við Norðlýsið , at fleiri føroysk feløg vóru eftir honum, men at hann valdi KÍ eftir at hava tosað við venjaran, Mikkjal Thomassen. Ein skaði í liðbandinum gjørdi tó, at tað ikki gekk sum ætlað hjá Patriki í Noregi. Hann er tó komin fyri seg nú, og er klárur at umboða KÍ í kappingarárunum 2019 og 2020. Firdaposten.no skrivar í dag, at Patrik Johannesen og Florø blivu samd um at uppsiga sáttmálan. Sostatt skal KÍ neyvan rinda Florø nakað fyri at fáa Patrik Johannesen í sín hóp. Patrik Johannesen er skrásettur fyri tríggjar A landsdystir. Í 2017 bleiv hann skiftur inn í HM undankappingardystum móti Lettlandi h og Portugal ú . Síðsti dysturin hjá Patriki fyri Føroyar var venjingardystur ímóti Liktinstein í mars í ár. Tá byrjaði Patrik Johannesen inni, men varð útskiftur stutt eftir hálvleikin. Týska fregnartænastan hevur havt limir í høgraflokkinum Alternatife fur Deutschland undir skerpaðum eftirliti, tí illgruni hevur verið um sambond við víðgongdar bólkar. Men eftir valið til landspartastjórnina í Bayern síðsta vikuskifti, eru fleiri av teimum vald í lóggávutingið, hevur fregnartænastan boðað frá, skrivar Reuters. Eitt talsfólk sigur, at innanlands fregnartænastan nú kannar, um heimild er í grundlógini fyri at halda fram við yvirvøkuni, nú talan er um lóggevarar. Samgongan hjá Angelu Merkel, samveldiskanslara er í tvíningum, tí at hava ein politiskan flokk, sum er valdur av fólkinum, undir eftirliti av fregnartænastuni, er eiutt sera viðkvæmt evni. Alternatife fur Deutschland fekk eisini á fyrsta sinni umboð í týsksa samveldistingið á valinum, sum var í fjør. Í Bayern fekk flokkurin sindur meira enn 10 prosent seinasta vikuskiftið og vann 22 sessir í landspartatinginum har. Reuters sigur, at talsfólkið hjá fregnartænastuni ikki vil upplýsa, hvussu mangir av teimum 22 tinglimunum, eru undir eftirliti, men hevur sagt við týska blaðið Muenchner Merkur, at talan er um eitt lágt tveysiffrað tal. Og at illgruni er um, at tey hava sambond við antiislamskar og høgravíðgongdar bólkar, eins og at tey hava samband við eina rørslu, sum kallast Reichsbuerger, og sum meinar, at nýtímans týska lýðveldi rætt og slætt er ólógligt. Minnini um bæði nazististisku og kommunistisku kúganina í landinum millum 1933 og 1989 hevur gjørt spurningin um statsyvirvøku sera viðkvæman, men Reuters vísir til eina meiningarkanning frá síðsta mánaði, sum vísir, at 57 prosent halda, at Afd eigur at vera undir skerpaðum eftirliti. Og hann er ikki einsamallur at hava broytt hugsan um luttøku tað sama hava fíggjarmálaráðharrarnir í Niðurlondum og Fraklandi, eins og fleiri aðrir topppolitikarar og vinnulívsleiðarar. Grundin er illgrunin um, at Saudiarabia hevur blóð á hondunum í sambandi við horvna saudiarabiska journalistin, sum skrivaði fyri Washington Post. Og tí er neyvan tað besta hugskotið at fara til Saudiarabia beint nú at tosa um kapital og íløgur, ella sum eitt talsfólk fyri Liam Fox, ráðharra sigur við BBC Hetta er ikki stundin fyri hann at luttaka. Vit í Bretlandi eru enn sera stúrin um, at Jamal Khashoggi er horvin. Tey, sum hava ábyrgdina av hesum, mugu standa til svars fyri tað, sigur ráðgevarin hjá bretska handilsmálaráðharranum. Tó so, nakrar risastórar altjóða fyritøkur ætla sær framvegis at luttaka á saudisku íløguráðstevnuni, tildømis Goldman Sachs og Pepsi, skrivar BBC. Landssjúkrahúsið hevur sagt avtaluna við íslendska krabbaskurðlæknan upp, og nýggj avtala er gjørd við Aalborg Sjúkrahús um at taka sær av bróstkrabbaviðgerðini í Føroyum. Føroyskir bróstkrabbasjúklingar hava stríðst fyri at varðveita skipanina við íslendska bróstkrabba skurðlæknan, Kristian Skúla Ásgeirsson. Men nú er greitt, at hetta samstarvið endar, og ístaðin verður tað Aalborg Sjúkrahús, sum fer at taka sær av føroyskum bróstkrabbasjúklingum. Avtalan við Aalborg gevur betri samskipan, og avtalan gevur eisini sjúklingum eitt betri tilboð enn í dag, lovar sjúkrahússtjórin, Jóanis Erik Køtlum. Ein orsøk til at føroyskir bróstkrabbasjúklingar hava verið glað fyri íslendska serlæknan, er at hann umframt at vera serkønur í bróstkrabbaskurðviðgerð, eisini er plastikk skurðlækni. Tí verður hildið fram við tøkugjaldinum, hóast tað gevur minni enn helvtina av tí, sum landskassin sambært Skattanevndini kundi fingið inn í tilfeingisgjaldi. Eitt av tilmælunum frá Skattanevndini er annars at rokna tilfeingisrentuna fyri alivinnuna og út frá tí leggja eitt gjald á alivinnuna. Sambært skattanevndini vil ein slík skipan, við verandi høgu laksaprísum á heimsmarknaðinum, geva landskassanum einar 400 milliónir í tilfeingisgjaldi frá alivinnuni um árið. Ístaðin vil Poul Michelsen tillaga verandi tøkugjald, sum alivinnan rindar ídag. Sambært lógaruppskotinum hjá landsstýrismanninum vil tað geva 165 milliónir í landskassan næsta ár. Kristina Háfoss setti Skattanevndina á sumri í 2016 og hálvt annað ár seinni, 1.desember í fjør, kom nevndin við síni drúgvu frágreiðing við tilmælum um eina nýggja skattaskipan. Skattanevndin mælti til at lækka inntøkuskattin munandi og í staðin krevja pengarnar inn við hægri gjøldum, eitt nú við gjaldi á eina roknaða tilfeingisrentu í alivinnuni. Í kvøld klokkan seks setir Eiðis kommuna landbúnaðin á breddan við almennum pallborðsfundi, har umboð fyri allar flokkar fara at skifta orð um, hvussu landbúnaðurin í Føroyum eigur at skipast av nýggjum. Jógvan í Skorini, borgarstjóri og vertur fyri tiltakinum sigur, at landbúnaðurin hevur uppiborið nógv størri rúmd í almenna orðaskiftinum, eins og í hugaheiminum hjá politisku skipanini. Hoyr samrøðu við Jógvan í Skorini omanfyri. Við pallborðið í Mentanarhøllini í kvøld sita Jacob Vestergaard úr Fólkaflokkinum, Magnus Rasmussen úr Sambandsflokkinum, Bjarni Hammer úr Javnaðarflokkinum, Jógvan Skorheim úr Sjálvstýri, Høgni Hoydal úr Tjóðveldi, Jenis av Rana úr Miðflokkinum og Hanna Jensen umboðandi Framsókn. Lærarar í fyrsta flokki og í øðrum flokki í fólkaskúlanum fáa nú spildurnýtt føroyskt eftirmetingartilfar, sum skal hjálpa teimum at meta um lesi og staviførleikan hjá børnunum. Gunvør Højgaard og Osvald Jacobsen hava eisini gjørt Súlutilfarið, sum verður nýtt í lesifrálæruni til tey smæstu, og hava harafturat arbeitt við byrjanarlesing í mong ár. Nýggja, føroyska eftirmetingartilfarið er grundað á altjóða gransking, og Gunvør Højgaard og Osvald Jacobsen hava í seks ár gjørt næstan 6.000 kanningar, sum vísa, hvar skúlabarnið er statt viðvíkjandi lesi og staviførleika. Lærarin kann við hesum lættari tryggja einstaka næminginum bestu undirvísingina, sigur Jenny Lydersen, undirvísingarleiðari í Mentamálaráðnum, á heimasíðu ráðsins. Galdandi skiftistíðin er tilsamans 21 mánaðir, og hon skal brúkast til at fáa skipaði viðurskifti millum ES og Bretland eftir 29. mars næsta ár. Men nú naggatódn er í tingingunum, og eingin avtala enn er gjørd, so hevur Theresa May, forsætisráðharri skotið upp at leingja skiftistíðina nakrar mánaðir. Eftir ætlan fer Bretland úr ES 29. mars næsta ár. Og skiftistíðin eftir tað er ætlað sum fyrireiking til nýggja sambandið, sum skal valda millum ES og Bretland í komandi tíðum. Men nú verður altso tosað um at leingja skiftistíðina nakrar mánaðir, og formaðurin í ES ráðnum, Donald Tusk, segði eftir fundin í Brússel í gjár, at hann er sinnaður at leingja tíðarskeiðið Um Bretland heldur, at longd skiftistíð fer at hjálpa í royndunum at fáa eina avtalu í lag, so eri eg vísur í, at ES leiðararnir eru sinnaðir at umhugsa tað, segði Tusk sambært BBC. Bankin hevur boðað keypsskálanum í Keypmannahavn frá, at vinningurin í ár verður 240 til 280 milliónir krónur og ikki, sum fyrr fráboðað, 190 til 240 milliónir. Harafturat eru nettorentuinntøkurnar vaksnar, hóast áhaldandi trýst á rentumarginalin, og BankNordik hevur megnað at hildið útreiðslurnar á einum støðugum stigi, sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik. Samtakið væntar eisini, at úrslitið fyri niðurskrivingar, útreiðslur, sum bara eru einaferð, virðisjavnanir og skatt fyri roknskaparárið 2018 verður í ovara endanum av áður fráboðaðu 160 200 milliónum krónunum. Miðilin Shetland News skrivar, at hetlendingar vilja taka samráðingarnar uppaftur við føroyingar um at fáa Norrønu at leggja at í Hetlandi. Umboð fyri føroyska vinnu skulu til Hetlands í næsta mánað og Ryan Thomson, formaður í samferðslunevndini í Hetlandi, sigur at tíðin nú er røtt, aftur at fara undir tingingar um at fáa Norrønu at leggja at í Hetlandi. Myndugleikin í Hetlandi, Shetland Island Council, sigur at sambandið við Føroyar kundi verið ein liður í at menna eina ferðavinnu í Hetlandi, sum í løtuni er vaksandi. Í fjørsummar var ein druknivanlukka úti í Bug í Leirvík. Boðini, sum komu inn til 1 1 2, ljóðaðu, at maður var druknaður í bátahylinum í Leirvík. Úti í Bug plagdi at vera bátahylur, men er tað ikki longur. Harafturímóti, so er nýggjur bátahylur longri norðuri í Leirvík. Hetta hevði við sær, at longri gekk at finna vanlukkustaðið, tí leitað varð í nýggja bátahylinum. Slíkar misskiljingar skulu nú ruddast burtur, og greiðari mannagongdir skulu ásetast. Í norðurlondum verða bjargingarnummur brúkt til at staðseta støð ítøkiliga merkir tað, at støðini heldur verða skrásett í eini nummarrøð, ið tey, sum ringja til alarmsentralin, skulu upplýsa ístaðinfyri at brúka staðarnøvn. Á tann hátt er als ongin ivi um, hvar óhappið ella vanlukkan er hend, og fólk, sum ikki eru staðkend, verða ikki ørkymlað, tá tey skulu siga, hvar tey eru stødd, siga Sørin Djurhuus, átaksleiðari í Eysturkommunu, og Erik Beck, sum samskipar hesa skipan í Danmark. Tá skipanin er sett í verk, verða bjargingarkransar settir upp saman við einum skelti, har ein bókstavur og eitt tal stendur á. Tað eru hesi, ið fólk skulu upplýsa fyri 1 1 2, tá tey ringja eftir hjálp. Tá alarmsentralurin fær hesi upplýsingar, vita tey júst, hvar tann neyðstøddi er staddur. Tað er týdningarmikið fyri meg at arbeiða við nógvum í senn, tí eg verði rastleysur, um eg ikki geri nakað, sigur listarmaðurin, sum nú hevur gjørt ein Pin Up kalendara. Tá ið portrett myndin av Hergeiri Nielsen, fyrrverandi løgtingsformanni, varð avdúkað í summar, varð nógv kjak um góðskuna í portrett myndum. Hoyr sendingina her Luttakarar Jákup Veyhe, Øssur Winthereig, Søren Djurhuus, Erik Bæk, Sigrun Danielsen, Jón Brian Hvidtfeldt og Andras Jákupsson. Fleiri fólk, sum seinasta árini hava fingið útgjald úr arbeiðsloysisskipanini, verða nú kravd aftur eftir pengum, ið tey hava fingið ov nógv útgoldið. Magni á Deild Olsen, stjóri í ALS, sigur, at ALS javnan ger kanningar fyri at tryggja sær, at útgoldni peningurin, verður útgoldin av røttum. 14. hvønn dag skulu limir í arbeiðsloysisskipanini dagføra arbeiðstímar og annað. Síðani verður útgjaldið úr arbeiðsloysisskipanini regulerað eftir hesum. Tað er í samband við hetta, at pengar eru blivnir útgoldnir av órøttum, sigur stjórin í ALS, Magni á Deild Olsen. Tað kemur fyri viðhvørt, at tað ikki er samsvar millum tað, sum fólk siga seg hava tjent og tað, sum Taks upplýsir, og so kanna vit tað nærri. Í summum førum kemur tað fyri, at vit hava goldið pengar av órøttum, sigur hann. Avrikslistar kunnu fevna um størri og smærri mál. Persónlig og ella faklig mál. Lágpraktisk mál so sum innkeyp, at heinta bilin á verkstaðnum ella at minnast til at keypa eina føðingardagsgávu. Lívsmál, mánaðarmál, viku ella dagsmál. Mál, vit vóna fara at broyta okkara lív og veran til tað betra. Mál, sum vit trúgva, fara at geva okkum eina kenslu av, at vit hava rokkið einhvørjum, vit vóru vís í, fór at geva okkum eina kenslu av nøgdsemi, framgongd, persónligum avriki og so framvegis. Men hví seta vit menniskju okkum mál Hví hava vit tørv á at hava yvirlit yvir tað, vit skulu ella ynskja at avrika í lívinum og í gerandisdegnum Hvørji eru málini Hvørji mál viga tyngst og hvørji viga lættast og hví Hvussu røkka vit málunum, og tá vit røkka tey ella ikki hvørjar kenslur vekir hetta í okkum, og gerast vit nøgd, tá flugubeinið er sett gerast vit vónbrotin og kedd, tá flugbeinið ikki verður sett Fyri at svara hesum spurningum havi verið á rannsóknarferð í to do ella avrikslistunum hjá seks ymiskum føroyingum, og eg bjóðaði teim av við soljóðandi uppgávu Sig mær frá tínum avrikslista. Uppgávan varð skipað soleiðis, at tey vórðu biðin um at velja fimm tey fremstu málini á teirra lista. Avrikslistin kundi fevna um øll sløg av málum, tað vil siga alt frá lívsmálum til dagsmál. Onki mál ov stórt onki mál ov smátt. Einasta kravið var, at tey greiddu mær og tykkum frá, hví tey høvdu júst hesi mál á listanum, hvørjar kenslur tað vakti í teimum, tá tey rukku ella ikki rukku málunum, og um teirra hugsanir um fyribrigdið To do ella avrikslistar. Í hesi aðru sending av trimum hitta vit Elisabeth Nolsø, sjúkrarøktafrøðing og deildarleiðari á Vallalíð og fjøllistamannin Heiðrik á Heygum. Tað hevur Heilsumálaráðið avgjørt, eftir at landslæknin fyrr í ár mælti til at bjóða vaksnum føroyingum koppseting ókeypis, tí meslingar aftur eru farnir at ganga, serliga í Suðureuropa. Nú hevur Heilsumálaráðið sent málið til hoyringar, og tilboðið er til fólk, sum hava fylt 18 ár, og sum eru fødd í 1974 ella seinni, og sum ikki annaðhvørt hava havt meslingar ella eru koppsett. Lars Møller, landslækni segði herfyri við útvarpið, at hann mælir øllum, sum ikki hava havt meslingar ella longu eru koppsett, til at lata seg koppseta, um fara tey av landinum. Har stendur, at 17000 fleiri tilburðir av meslingum hava verið fyrra hálvár í ár, samanborið við alt árið í fjør. Serliga er tað í Rumenia, Grikkalandi, Fraklandi, Italia, Ukraina og Russlandi, at nógvir tilburðir hava verið, og WHO hevur boðað frá, at tíggjutals fólk eru deyð av sjúkuni. Tí mælir landslæknum til, at øll, sum ikki eru mótstøðufør og fara at ferðast út um Føroyar og Danmark, lata seg koppseta við MFR koppingarevninum. Hoyringarfreistin um ókeypis koppsetingartilboðið er síðst í hesum mánaðinum, og broytir hoyringin einki, so kunnu fólk fáa ókeypis meslingakoppseting dagin eftir, at kunngerðin er lýst. Soleiðis skrivar Sverri Hansen í telduposti til Fíggjarmálaráðið í gjár, tá hann boðar Fíggjarmálaráðnum frá, at hann fer frá sum formaður í Búskaparráðnum. Búskaparráðið hevur tríggjar limir, sum landsstýrið setir eftir tilmæli frá stýrinum fyri Fróðskaparsetri Føroya. Limirnir eru valdir fyri eitt fýraáraskeið. Ráðið skipar seg sjálvt við einum formanni. Limirnir í Búskaparráðnum skulu hava útbúgving sum búskaparfrøðingar. Samhaldsfasti verður skattaður bæði við inngjald og útgjald. Tað váttar Taks, nú orðadráttur aftur er um dupultskatting av stóra arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum. Tað merkir, at tá fólk fáa løn útgoldna, verða skattur og arbeiðsmarknaðargjald tikið av lønini. Síðani verður arbeiðsmarknaðargjaldið flutt í grunnin, Samhaldsfasta. Tað vil siga, at skattur eisini verður goldin av upphæddini sum fer í Samhaldsfasta. Í lógini fyri Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin, sum er frá 1991, stendur Fæ grunsins verður fingið til vega við, at allir persónar árliga rinda grunninum ein prosentpart av teirri inntøkuni, sum myndar grundarlagið undir skattaútrokningini, og allir arbeiðsgevarar árliga rinda grunninum ein prosentpart av útgoldnum A inntøkum. Fyri persónar og arbeiðsgevarar er ásetti prosentparturin í ár 2.50 prosentstig og frá 1. januar í 2019 hækkar gjaldið upp í 3 prosentstig av lønini. Í svari til Kringvarpið sigur Taks, at inngjaldið til Samhaldsfasta ikki verður skattað, eins og eftirløn verður skattað við inngjald. Men hinvegin, so er talan um skattaðar pengar sum verða inngoldnir við tað, at tað ikki er drigið frá inntøkuni, áðrenn hon verður skattað. Tað hevur leingi verið umrøtt, at tað er órímiligt at skattur verður goldin bæði av inngjaldinum til Samhaldsfasta Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin og av útgjaldinum úr grunninum. Joen Magnus Rasmussen, tingmaður hjá Fólkaflokkinum hevur lagt eitt uppskot fyri løgtingið um at broyta skipanina, so tey sum fáa úr Samhaldsfasta Eftirlønargrunninum, ikki rinda skatt av tí upphæddini. Tað hevði givið pensjónistunum 2.000 krónur meir um mánaðin. Saman við uppskotinum eru útrokningar, sum vísa, hvussu tað kann gerast. Men talan er um stórar upphæddir, tí landið fer at fáa 76 milliónir krónur minni og kommunurnar góðar 100 milliónir krónur minni í inntøku í 2019, um uppskotið verður samtykt. Men fyri ikki at gera alt ov stórar broytingar í einum verður mælt til, at fyrsta stigið verður at gera Samhaldsfasta skattafrían við útgjald, er tilmælið frá Joen Magnusi Rasmussen, tingmanni. Taks upplýsir eisini, at inngjaldið til Samhaldsfasta kundi verið uppgjørt í skattinum eins og gjaldið til Barsilsskipanina, ALS og til Heilsutrygd, so fólk vistu, hvussu nógv tey rinda til Samhaldsfasta. Tá landsstýriskonan í mentamálum knýtur sendiloyvi til R7 við sendingina Andøvsløtan, er tað tá sensurur, verður millum annað spurt í Pressuni. Petur Jacobsen, nevndarformaður í R7, Eivind Jacobsen, tíðindamaður á R7, Jón Brian Hvidtfeldt, formaður í Føroyum Miðlafólkum og Georg L. Petersen, blaðstjóri á Dimmalætting. Fyrsta innslag snýr seg um ta góðu portrettmyndina. Vit hava biðið Nils Ohrt, stjóra á Listasavninum um at finna sínar tríggjar yndismyndir. Útvarpið er tann størsti miðilin í heiminum. Tað er lætt at handfara, og tú kanst brúka tað allastaðni. Útvarpið fer at yvirliva allar miðlar. Soleiðis sigur Jákup Magnussen, kendi útvarpsverturin, sum nú fer undir enn ein vetur við Plátubarrini. Hann hevur ein heilt serligan tokka til útvarpið sum miðil ein tokka hann fekk sum lítil smádrongur í Trongisvági, og sum hevur fylt hann alt lívið. Jákup Magnussen var gestur í Nón, har hann tosaði um tónleik og setti orð á tað kenslurúmið, sum tónleikur hevur fylt í hansara í lívi. Hann tosar eisini um tað at vaksa upp á Tvøroyi, um góðan og minni góðan kærleika, og um at tað góða lívið byrjaði í 2001, tá ið hann gavst at drekka. Hoyr sendingina her. Teksturin, Havið dýra undur, hjá 15 ára gomlu Fríðunn Bolstad Mortensen úr Nám X í Havn, hevur vunnið skrivikapping, sum norska Norrøna felagið skipaði fyri. Felagið bjóðaði, í samstarvi við norsku limunum í Norðurlandaráðnum, øllum norðurlendskum næmingum við til skrivikappingina. Næmingarnir skuldu skriva um hav og umhvørvi. Avbjóðingin ljóðaði soleiðis Hvussu kunnu vit í Norðurlondum skipa eina trygga og góða framtíð fyri havinum, umhvørvinum og komandi ættarliðum Ein dómsnevnd valdi tríggjar vinnarar. Eg havi skrivað nógv um Føroyar, og at vit eru stolt av havið okkara, tí tað er tað, sum eyðkennir Føroyar. So havi eg eisini skrivað um, hvussu vit kunnu betra um dálking, sigur Fríðunn um vinnarastílin, sum setir sjóneykuna á dálking Tað var eisini júst hendan stoltleika, sum dómsnevndin legði dent á í grundgevingini av vinnarunum. Millum annað varð sagt um tekstin hjá Fríðunn at Havið dýra undur er ein poetiskur tekstur, ið byggir á yrkingar og søguligar avturlítingar, tekur fram stoltleikan av egnu náttúru og nýtir lokal dømir frá heimstaðnum hjá høvundanum, Føroyum. Høvundurin vísir á góðan hátt samanhangin millum búskaparliga og umhvørvisliga burðardygd, og hvussu dálkingin í havinum ávirkar okkara spísikamar. Høvundurin vísir eisini á ítøkiligar atgerðir Frá festivali sum ávirkingarmegi til tørvin á meiri norðurlendskum samstervi Vit hugsa ikki um tað, tá vit blaka eitt lítið plastikk út í náttúruna. Eg haldi, vit mugu taka okkum saman og hugsa meira um hetta her, sigur hon og leggur afturat, at hon sjálv ætlar at gera okkurt við trupulleikan. Eg ætli mær at hava nakað at siga í hesum, tí eg haldi tað er ein øgiliga stórur trupulleiki. Um vit bara gera okkurt lítið, so kann tað hjálpa við at betra um okkurt annað, sigur 15 ára gamla Fríðunn, sum eisini er sera áhugað í politikki, har hon sær seg sjálva arbeiða við umhvørvismálum í framtíðini. Umframt heiðurin hevur Fríðunn vunnið ein túr til Noregs, har hon skal brúka ein dag saman við norðurlendskum politikarum í sambandi við, at Norðurlandaráðið hevur sín ársfund í norska høvuðsstaðnum, Oslo, seinast í mánaðinum. Teksturin, Havið dýra undur, hjá 15 ára gomlu Fríðunn Bolstad Mortensen úr Nám X í Havn, hevur vunnið skrivikapping, sum norska Norrøna felagið skipaði fyri. Felagið bjóðaði, í samstarvi við norsku limunum í Norðurlandaráðnum, øllum norðurlendskum næmingum við til skrivikappingina. Næmingarnir skuldu skriva um hav og umhvørvi. Avbjóðingin ljóðaði soleiðis Hvussu kunnu vit í Norðurlondum skipa eina trygga og góða framtíð fyri havinum, umhvørvinum og komandi ættarliðum Ein dómsnevnd valdi tríggjar vinnarar. Eg havi skrivað nógv um Føroyar, og at vit eru stolt av havið okkara, tí tað er tað, sum eyðkennir Føroyar. So havi eg eisini skrivað um, hvussu vit kunnu betra um dálking, sigur Fríðunn um vinnarastílin, sum setir sjóneykuna á dálking. Tað var eisini júst hendan stoltleika, sum dómsnevndin legði dent á í grundgevingini av vinnarunum. Millum annað varð sagt um tekstin hjá Fríðunn at Havið dýra undur er ein poetiskur tekstur, ið byggir á yrkingar og søguligar avturlítingar, tekur fram stoltleikan av egnu náttúru og nýtir lokal dømir frá heimstaðnum hjá høvundanum, Føroyum. Høvundurin vísir á góðan hátt samanhangin millum búskaparliga og umhvørvisliga burðardygd, og hvussu dálkingin í havinum ávirkar okkara spísikamar. Høvundurin vísir eisini á ítøkiligar atgerðir Frá festivali sum ávirkingarmegi til tørvin á meiri norðurlendskum samstervi Vit hugsa ikki um tað, tá vit blaka eitt lítið plastikk út í náttúruna. Eg haldi, vit mugu taka okkum saman og hugsa meira um hetta her, sigur hon og leggur afturat, at hon sjálv ætlar at gera okkurt við trupulleikan. Eg ætli mær at hava nakað at siga í hesum, tí eg haldi, at tað er ein øgiliga stórur trupulleiki, sigur 15 ára gamla Fríðunn, sum er sera áhugað í politikki, har hon sær seg sjálva arbeiða við umhvørvismálum í framtíðini. Umframt heiðurin hevur Fríðunn vunnið ein túr til Noregs, har hon skal brúka ein dag saman við norðurlendskum politikarum í sambandi við, at Norðurlandaráðið hevur sín ársfund í norska høvuðsstaðnum, Oslo, seinast í mánaðinum. Leif Sørensen er og hevur verið undangongumaður í føroyskari matgerð og matstovuvinnu. Hann byrjaði við fínari matgerð í matstovuni Gourmet í 2003, har hann starvaðist í 6 ár. Í 2011 førdi hann so konseptið víðani til matstovuna Koks, og tók tað eitt stig hægri. Í fjør kundi Koks so erpa sær av at hava fingið eina michelinstjørnu, tó ikki við Leif við róðrið men við gamla næminginum hjá Leif, Poul Andrias Ziska. Leif fór úr starvinum í Koks í 2014 fyri at ganga nýggjar leiðir. Hann hevur síðani granskað í matgerð og føroyskum rávørum, og í ár byrjaði hann so saman við øðrum nýggju matstovuna í Skeiva Pakkhúsi, har Leif leggur lag á og hjálpir til við matgerðini. Hann sigur seg vera troyttan av fínari matgerð, og hæddarpunktið í føroyskari matstovuvinnu er rokkið, heldur hann fyri. Leif vil heldur hava, at fólk skulu hugna sær um matin, heldur enn at til dømis vínið skal borðreiðast á ein ávísan hátt. Tað er tað, matstovan í Skeiva Pakkhúsi snýr seg um. Tó so er hansara framtíðarætlan ikki at standa og røra í grýtum , sum hann tekur til, men heldur at bera føroyska matstovuvinnu fram á leið og gera umstøðurnar betri, so útjaðarin eisini kann verða við. Eisini trívir Leif í onkrar spennandi og stuttligar anekdotur frá síni yrkisleið sum kokkur, ikki bara í Føroyum men fleiri øðrum londum Fyri nøkrum árum síðani hevði Edvard Nyholm Debess sendingina LP in í útvarpinum. Vikuskiftissendingin hevur verið á gátt hjá honum fyri at fregnast um, hvussu hann nú hevur tað við plátum heima hjá sær sjálvum og væl stendur til. Edvard hevur eitt stórt stereoanlegg, sum hann glaður og errin vísir fram. Hetta hevur hann savnað saman gjøgnum alt lívið. Spurdur um, hvat stereoanleggið man hava kostað honum í krónum og oyrum, svarar hann, at tað vil hann ikki inn á, men hann leggur afturat, at hann ikki hevur hevur rasarabát so kunnu vit gita. Edvard er sera fegin um at hava hetta sum ítriv og lurtar nógv eftir plátum, ikki bara einsamallur men eisini saman við konuni. Nú er Edvard sjálvur tónleikari og er kendur serliga frá jazzi og klassiskum tónleiki, men hansara plátusavn rúmar nógvum øðrum tónleikasjangrum, til dømis alt frá Faroe Boys til enskan progressivan rock sum Emerson Lake and Palmer og Genesis. Tó at Edvard er glaður fyri LP ina sum miðil, hevur hann ikki enn sjálvur givið nakra LP út sum tónleikari Endamálið er at vísa, at føroyska ullin er eitt týdningarmikið tilfeingi, sum kann brúkast til annað enn troyggjur og føroysk klæði. Hini listafólkini eru Rannvá Kunoy, Anker Eli Mortensen, Jóhan Martin Christiansen, Brandur Patursson, Sigrun Gunnarsdóttir og Hanni Bjartalíð. Ole Birk Olesen, danskur ráðharri í byggimálum, biður nú fíggjarnevndina hjá fólkatinginum um at hækka samlaðu játtanina til nýggju politistøðina, úr 108 milliónum upp í 138 milliónir krónur. Danska bygningsstyrelsen hevur havt umbyggingina í útboðið og tá avtornaði vórður tað einans tvey donsk feløg, ið vístu verkætlanini áhuga. Boðini hjá báðum feløgunum vórðu hægri enn bygningsstyrelsen hevði mett kostnaðin at verða. Harafturat komu nakrar milliónir afturat samlaða kostnaðin, ið ikki var roknaður uppí frá byrjan av millum annað fleiri parkeringspláss og eyka trygdartiltøk í húsinum. Bygningsstyrelsen fór í samráðingar við bæði feløgini, ið bjóðaðu uppá arbeiðið og endin var, at danska felagið Ommen og Møller fekk arbeiðið. Løgreglan í Føroyum flutti tíðliga í 2011 úr hølunum í Jónas Broncksgøtu til hølini Yviri við Strond, tí blámusoppur var staðfestur í hølunum í Jónas Broncksgøtu. Fyrrapartin eru formligu viðurskiftini hjá flokkinum á skránni, eittnú góðkenning av roknskapinum. Eisini skal aðalfundurin gera eina broyting í viðtøkunum, soleiðis at roknskaparárið fylgir kalendara árinum. Klokkan eitt fer formaðurin í Sjálvstýri, Jógvan Skorheim, at halda sína formansfrágreiðing fyri landsfundinum, og aftaná verður kjak um formansfrágreiðingina. Formaðurin í Sjálvstýri skal veljast á hvørjum ári. Sambært viðtøkum floksins kann formaðurin bara veljast millum tingfólk floksins. Greitt er tó, at Kári P. Højgaard ikki fer at bjóða Jógvani Skorheim av, og tí verður einki stríðsval á landsfundinum hjá Sjálvstýri hesaferð. Eydna Skaale misti einkarsonin, tólv ára gamla Benjamin í ár. Hon kennir ein nívandi tómleika og longsul, tí alt minnir hana um sonin, sum er farin. Hon hevur roynt at leita í bókmentum, um nakað er at finna um sorg, men lítið og onki er fest niður á blað í Føroyum. Eydna skrivar sínar kenslur og sorg í ein blogg og fær soleiðis nakað av nívandi treganum út, sum annars tekur kvørkratak um hana. Eitt, sum føroyingar ganga øgiliga høgt upp í er at hava gott kjøt. Og allastaðni kring landið verður dúgliga tosað um góðar og vánaligar hjallar, alt eftir, hvussu gott kjøtið er. Helst eru líka nógvar uppskriftir uppá, hvussu tú fært gott kjøt, sum tað eru fólk ella menn í landinum, tí í stóran mun eru tað teir, sum takast við seyð og kjøt. Ein teirra er Jónheðin Herason Tróndheim á Argjum. Og júst sum hinir hevur hann irriterast inn á fleiri ymisk viðurskifti í samband við kjøt. Eitt var, at kjøtið mangan var hýggjuskotið, onkuntíð beinleiðis skitið, og so var tað smakkurin. Í fjør gjørdi hann av at royna nakað nýtt. Hann hevði hoyrt um onkran, sum hevði roynt at stýra allari tilgongdini í samband við turking og ræsing av kjøti, og sum eina roynd gjørdu hann og pápin av at klæða hjallin innan við plastikki, so vindurin ikki slapp beint fram at kjøtinum. Eisini settu teir ein avfuktara og ein hitablásara inn í hjallin, so teir kundu stýra allari tilgongdini. Tí kjøtið ræsir ikki, tá hitin fer niður um sjey stig ella har á leið, og við at stýra vætuni í luftini kundu teir gera av, hvussu skjótt prosessin skuldi ganga. Og verkætlanin riggaði so væl, at teir báðir aftur í ár brúka somu mannagongd. Í innslagnum hoyrir tú Jónheðin Herason Tróndheim greiða frá, júst hvat tað er, sum teir hava gjørt. Er munur á, hvussu gentur og dreingir loysa trupulleikar í bólki Eru gentur kaldari enn dreingir spyr lurtarin víðari. Hitt brævið í sendinini er frá stakari kvinnu, ið er troytt av, at grannin hevur viðmerkingar til alt hon ger, meðan tvístøðan snýr seg um hvat panelið hevði gjørt, um tey fingu ein 1000 krónur seðil ov nógv útflýggjaðan í bankanum. Í panelinum hesaferð eru Rudolf Joensen, Allan Dalsgarð og Katrin Petersen Nýggi og stásiligi skúlabygningurin í Marknagili í Havn er ikki klárur at lata uppaftur fyri næmingum og lærarum, nú heystfrítíðin er av og gerandisdagurin á Glasi annars skuldi byrja aftur mánadagin. Í heystfrítíðini hevur verið arbeitt við at gera bygningin lidnan innan. Men arbeiðið hevur ikki gingið eftir vild, og er seinkað. Tí hevur Landsverk, sum er byggiharri, biðið um at fáa tríggjar arbeiðsdagar afturat í næstu viku. Arne Debes Madsen, leiðari á Byggideildini hjá Landsverki, upplýsir, at hesa vikuna hava ikki færri enn tríggir vatnskaðar seinkað arbeiðnum. Talan er tó ikki um stórar skaðar, men smærri arbeiðsóhapp, ið tó samanlagt seinka arbeiðnum nógv. Bogi Bech Jensen, rektari á Glasi, sigur at leiðslan í næstu viku fer at leggja undirvísingina soleiðis til rættis, at tað mista verður vunnið innaftur. Tað er eingin skandala, at vit missa tríggjar undirvísingardagar nú. Vit vilja heldur koma aftur til ein betri skúla, tá handverkararnir eru lidnir, og so leggja vit kabalina soleiðis, at næmingarnir fáa sína undirvísing kortini, sigur Bogi Bech Jensen. Í formansrøðu síni á fundinum legði Jógvan Skorheim dent á, at Sjálvstýri til komandi val, ætlar sær at vinna atkvøður, við at fylla eitt glopp í kjakinum í føroyskum politikki, sum stendur opið í dag. Hann segði, at eitt eitt nú skal størri dentur leggjast á umhvørvispolitikk. Umhvørvið broytist skjótt og kann ávirka okkum í stóran mun. Tí skal tað raðfestast hægri, sigur Jógvan Skorheim. Sama eigur kjakið um okkara egna samleika sum tjóð. Jógvan Skorheim førdi fram, at við eini altjóðagerð, ið telur dik á seg í Føroyum, eini vaksandi ferðavinna og eini møguligar yvirtøku av útlendingapolitikkinum, eiga vit í Føroyum at taka tøk fyri at verja okkara samleika. Á fundinum vórðu tað fleiri, ið søgdu, at Sjálvstýri skuldi verða ein flokkur í andstøðu, ið ikki bert hevði til endamál at arga samgonguna, men eisini var konstruktivur og arbeiddi fyri skilagóðum politikki. Tað tók Jógvan Skorheim undir við og metti sjálvur, at Sjálvstýri hevði víst vilja til tað, eitt nú við at verða við at gera nýggju pensjónsnýskipanina og seinastu fíggjarlógina. Hann vil tó ikki fara so langt sum at siga nú, at flokkurin eisini fer at taka undir við fíggjarlógaruppskotinum, sum fyriliggur nú. Hóast vit vilja samstarv, so er eitt mark. Eitt nú kundu vit ikki taka undir við fiskivinnunýskipanini. Í samband við fíggjarlógina, so fáa vit at síggja hvat samgongan leggur fram, sigur Jógvn Skorheim. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í orku og umhvørvismálum, biður enn einaferð løgtingið um heimild at góðkenna serligar, tað vil siga lægri, elprísir fyri elnýtslu til hitapumpur og elbilar. Lógaruppskotið kemur til 1.viðgerð í løgtinginum týsdagin. Formligu viðurskftini eru avgreidd, og tekniskt hevur SEV eisini funnið eina loysn, soleiðis at til ber at skyna millum, nær felagsskapurin selir streym til vanliga nýtslu, og nær selt verður til hitapumpur og elbilar Tí ganga, sambært Hákuni Djurhuus, ikki nógvir mánaðir, frá lógarheimildin er komin uppá pláss, til SEV fer at selja fyri ymiskar prísir, alt eftir hvat streymurin skal brúkast til Sambært lógaruppskotinum, sum Sirið Stenberg hevur borið í løgtingið, skal SEV fáa heimild til at lækka el prísirnar til hitapumpur og elbilar við 40 oyrum, umframt meirvirðisgjald. Fyri brúkaran ein príslækking upp til 50 oyru fyri hvønn kilowatt tíma. So skjótt lógarheimildin er komin uppá pláss skal nevndin í SEV taka støðu til, hvussu stór príslækkingin nú eisini verður. Tí dugir Hákun Djurhuus enn ikki at siga, hvat úrslitið verður. Sambært landsstýriskvinnuni í orku og umhvørvismálum eru differentieraðir elprísir á hitapumpur og elbilar liður í arbeiðinum at røkka politiska málinum at flyta orkunýtsluna á landi til varandi orkukeldur. Umleið 18.000 oljufýr eru í Føroyum ídag. Samgongan setti sær sum mál, at í minsta lagi helvtin av øllum sethúsum og bygningum skulu hitast við grønari orku í 2025. Marine Harvest í Føroyum sleppur at flyta út til Russlands og hini londini í Euvruasiatisku búskaparsamgonguni, tey eru Kasakstan, Hvítarussland, Armenia og Kirgistan. Tá eitt føroyskt virki ætlar sær at útflyta matvørur til Russlands, skal Heilsufrøðiliga starvsstova, eftir at virkið er vorðið løggilt í Føroyum, vátta fyri Rosselkhoznadzor, sum eru russisku veterineru myndugleikarnir, at virkið lýkur øll russisk krøv, millum annað um reinføri. Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í P f Marine Harvest Faroes sigur við Heilsufrøðiligu starvsstovu, at fyrsta lastin av laksi fer skjótt til Russlands. 75 føroysk virki hava fingið løggilding at útflyta matvørur til ES. Av teimum hava 28 virki loyvi at útflyta matvørur úr Føroyum til Russlands. Tórshavnar kommuna noyðist nú at bjóða út alment stykkið, sum kommunan annars ætlaði at selja biogassverkinum, sum partafelagið Salmon Protein ætlar at byggja á Skarðshjalla. Bjørn á Heygum, formaður í Suðurstreymoyar sjálvstýrisfelag, segði á landsfundi floksins í gjár, at Sjálvstýri eigur at leggja eina aðra politiska kós enn ta verandi. Dysturin millum 07 Vestur og EB Streym fór ongantíð ígongd, og tað fór dysturin millum AB og Skála heldur ikki. Orsøkin var vánaligt veður. Á Skála tekur EB Streymur Skála ímóti KÍ. Tey bæði liggja ávikavist nummar eitt og tvey, bæði hava 44 stig, og tí kann dysturin blíva avgerandi fyri FM. HB, sum hevur 41 stig og tí enn kann vinna FM, spælir ímóti ÍF Víkingi. Triðji dysturin er ímillum B36 og B68. Hesir dystirnir byrja klokkan 16.30 Í vár greiddi hvalbingurin Niels Nattestad frá eini ætlan hjá Nattestad fólkum í Føroyum at fara til Noregs at vitja ættargarðin Nattestad í Numedalen sunnarlaga í Noregi. Ferð n varð gjørd í summar. Eini 230 fólk vóru við. Meginparturin var úr Føroyum. Skyldfólk úr Danmark og USA vóru eisini í ferðalagnum. Nattestad fólkini høvdu góðar dagar í bygdini Vegli. Fyrsti Nattestad í Føroyum var Thor Nattestad, sum kom higar at bróta kol síðst í 1700 talinum. Hann búsettist í Hvalba. Magistarin Guðrun Gaard í Havn byrjaði sína yrkisleið sum sjúkrasystir. Eftir preliminerskúla í Hoydølum fór hon til Danmarkar at fyrireika seg til hesa útbúgving. Hana tók hon á Frederiksberg sjúkrahúsi síðst í 60unum. Arbeiddi á psykiatrisku deild har eini tvey ár og var hálvt ár á Glostrup. Á ólavssøku 1973 kom Guðrun við familjuni aftur til Føroya og fór at arbeiða á føðideildini á Landssjúkrahúsinum, har hon var í 12 ár. Guðrun er dóttir tannlæknan Ingeborg f. Zachariassen og jarðfrøðingin Jóannes Rasmussen. Abbarnir vóru amtslæknin Jógvan Zachariassen og Rasmus á Háskúlanum. Ommurnar vóru Anna Sofía av Skarði og Gudrun úr Birkerød. Í 1982 fór Guðrun Gaard á HF. Árið eftir fór hon á føroyamálsdeildina á Fróðskaparsetrinum. Har tók hon prógv sum exam.art. í norðurlendskum máli og bókmentum við høvuðsdenti á føroyskt. Próvuppgávan var um fyrstu føroysku skaldsøguna, Bábilstornið, sum Regin í Líð skrivaði. Guðrun fór nú til Odense eitt ár at byrja lestur til magistara. Magistararitgerðin var um føroyskar bókmentir í tjóðskapartíðini samanbornar við bókmentir í øðrum londum. Frá 1986 undirvísti Guðrun á Føroya Studentaskúla samstundis. sum hon las. Hon fekk styrk at skriva Ph.d ritgerð um skaldskapin hjá Regini Dahl. Hann var ein úrmælingur , sigur Guðrun Gaard, sum vardi ritgerðina í 2005. Tey sakna Føroyar, føroyskan mat og ullint klæðir úr Føroyum. Og eg havi lovað, at eg skal royna at skaffa teimum mat og klæðir úr Føroyum. Soleiðis sigur Tummas Olsen, sum seinastu níggju árini hevur arbeitt á Mændenes Hjem, ið er eitt tilboð til heimleys í Keypmannahavn. Tað er meira vanligt, enn mann kundi ímyndað sær. Gjøgnum hesi árini havi eg hitt nógvar føroyingar summir eru á Mændenes Hjem í stutta tíð, meðan aðrir eru har í fleiri ár, sigur Tummas Olsen. Í farnu viku skrivaði hann á Facebook, at hesir føroyingarnir saknaðu bæði mat og klæðir úr Føroyum, og tí heitti Tummas Olsen á fólk, um at lata mat og klæðir, soleiðis at hann kundi taka tað við til Keypmannahavnar til heimleysu føroyingarnar. Eitt nú ynsktu hesi fólkini sær føroysku, heimabundnu troyggjurnar, grindalykkjur og spik. Týsku myndugleikarnir vistu um skattasvik í Týsklandi í trý ár, áðrenn somu skattasvik vórðu framd í Danmark. Men donsku myndugleikarnir fingi einki at vita úr Týsklandi. Skjøl í Týsklandi vísa, at longu í 2012 fann týska løgreglan skjøl, sum vístu, at Danmark kundi vera eitt avmálunum hjá skattasnýtarunum. At Danmark einki fekk at vita úr Týsklandi er burturvið, siga serfrøðingar í skattarætti, tí londini eru grannalond, og bæði londini eru limir í ES. So gongur tíðin, tí málið skuldi viðgerast politiskt. Av tí at meira enn 20 dagar, sum var freistin, gingu, var tilboðið ikki longur bindandi fyri TG verk. Bretski forsætisráðharrin, Theresa May, sigur, at næstan alt er klárt til at Bretland kann fara úr ES, og partarnir eru samdir um 95 prosent av avtaluni. Tað stendur í eini røðu sum forsætisráðharrin fer at halda í undirhúsinum seinnapartin í dag, og sum bretskir miðlar hava fingið innlit í. Sambært tí, sum blæðini skriva, so fer Theresa May at boða frá, at semja er um Gibraltar, og semja er eisini um, hvussu møguligar ósemjur ímillum partarnar skulu loysast. Semja er ikki enn fingin í lag um markið ímillum Írland og Norðurírland, og tað verður mett sum ein av stóru knútunum, sum eftir eru at loysa. Hildið verður, at Theresa May fer at halda røðuna fyri at kyrra tey ónøgdu í sínum egna flokki, tí fleiri tinglimir hava skuldsett forsætisráðharran fyri ikki at hava gjørt stórvegis í samráðingunum við ES. Theresa May sigur, at semja er um, at bretar skulu rinda ES 39 milliardir pund, og at landið ikki fer úr samveldinum í mars næsta ár, men um ársskiftið 2020 2021. Eftir toppfundin í Bruxelles mikudagin søgdu fleiri av hinum leiðarunum í ES, at ein avtala millum Bretland og ES verður fingin í lag. Afturat koma aðrar útreiðslur, millum annað til streym og hita. Útreiðslan verður 8,6 milliónir krónur um árið. Tað eru 5,4 milliónir krónur meira enn nú. Ole Birk Olesen, ráðharri í byggimálum, hevur biðið Fíggjarnevndina hjá fólkatinginum um at hækka játtanina til nýggju politistøðina í Havn úr 108 milliónum upp í 138 milliónir krónur. Bridgehúsið skal takast niður, og tað skal gamla Framhúsið, sum GizaHoyvik nú eigur, eisini. GizaHoyvík fær nýtt hús við Hoyvíksvøll. Feløgini, sum eiga Gundadalshøllina, vilja sleppa at byggja hana út, men kommunan ivast, tí ein útbygging kemur tætt at fyrisitingini hjá Tórsvølli og tilbúgvingarvegin til Tórsvøll. Hoyr sendingina her Lutakarar Petur Hans Dahl, Fríðurn B. Mortensen, Ingi á Smið, Tummas Olsen, Eirikur í Jákupsstovu og Jógvan Fríðriksson. Tað hevur undrað fleiri, at dystirnir í Sørvági og á Argjum blivu avlýstir í gjár, tá tað fyrr í ár eru spældir dystir, har veðrið hevur verið líka ringt ella verri. Dómaraleiðarin hjá FSF,Lassin Isaksen, sigur, at hann ynskir, at tað heldur verða fleiri dystir útsettir, enn at spælt verður í ringum veðri. Fyrst bleiv 1.deildardysturin millum B68 og B71 avlýstur fríggjakvøldið, og í gjár blivu báðir dystirnir í botnstríðnum í Betrideildini eisini avlýstir. Túrurin út í Tindhólm er endin á heystinum hjá eigarunum. Vit eru saman við nøkrum av teimum á túrinum í Kollarurð og fáa ræsta grind, spik og eplir til døgurða frá kokkinum. Tindhólmur er eitt sera spennandi og øðrvísi stað við einari áhugaverdari søgu. Søgnin sigur, at ein ørn tók eitt barn og fór við tí niðan í Arnatind. Tá mamman kom upp á tindin, hevði ørnin pikkað eyguni úr barninum. Lydia Laksafoss hevur í gomlum skjølum staðfest, at fólk hava búð í Tindhólmi og tí er søgnin um ørnina og barnið trúlig. Erik Heinesen, sum er formaður í hagastýrinum í Tindhólmi og hevur høvuðsábyrgdina av seyðinum Jóannes Niclasen, ið hevur verið nógv í Tindhólmi Jørgen Niclasen, ið ofta er ferðaleiðari í Tindhólmi Lydia Laksafoss, ið hevur granskað søgnina og funnið prógv fyri, at fólk hava búð í Tindhólmi Øll, ið eru skikkaði, eiga at hava møgullueika fyri at verða vald í Búskaparráðið. Tað sigur Hermann Oskarson, fyrrverðandi formaður í Búskaparráðnum. Sverri Hansen, sum hevur verið formaður í Búskaparráðnum síðani 2013 fór úr ráðnum, tí hann ikki var nøgdur við samansetingina. Landskassarnir í Evropa eru snýttir fyri hundraðtals milliardir í samband við endurrindan av kapitalvinningsskatti. Hóast lóggávan á økinum er tann sama í Føroyum sum í grannalondunum, so meta tey á Taks ikki, at føroyski landskassin er raktur Heystfrítíðin er av og næmingar kring landið eru farnir aftur í skúla, men ikki á stóra miðnámsskúlanum Glasi í Havn. Vatnskaðar hava seinkað arbeiðinum, sum skuldi gerast í heystfríðtíðini. Stórur spenningur er undan næstseinsta umfari í fremstu kvinnudeildini í fótbótli, sum verður spælt í kvøld. Á Skála tekur EB Streymur Skála ímóti KÍ. Tey eru á ávikavist fyrsta og øðrum plássi, bæði hava 44 stig í part. HB, sum er á triðja plássi við 41 stigum, og tí framvegis eisini hevur møguleika at blíva føroyameistari, spælir á útivølli ímóti ÍF Víkingi. Báðir dystirnir byrja klokkan 16.30. Triðji dysturin í næstseinasta umfari í kvinnukappingini er millum B36 og B68. Tann dysturin byrjar klokkan 19.30. Støðan undan hesum umfarinum 1.EB Streymur Skála 58 mál 44 stig 2.KÍ 39 mál 44 stig 3.HB 53 mál 43 stig 4.ÍF Víkingur 27 mál 18 stig 5.B36 61 mál 5 stig 6.B68 62 mál 5 stig Stórur spenningur er um upp og niðurflying í Betrideildini og 1.deild hjá monnum EB Streymur, 07 Vestur og AB eru í vanda fyri at flyta niður úr bestu deildini, og tey fara øll á vøllin í kvøld í dystum sum blivu útsettir vegna veður. Í Sørvági spæla 07 Vestur og EB Streymur og á Argjum tekur AB ímóti Skála. Báðir dystirnir byrja klokkan 16.30. Støðan í botninum er, at EB Streymur hevur 20 stig, 07 Vestur hevur 16 stig og AB hevur 15 stig. Á Toftum tekur B68 ímóti B71 í 1. deildardysti. Hesin dysturin hevur eisini týdning fyri upp og niðurflyting. B68 er í løtuni á fjórða plássi, men eydnast tað teimum at koma upp á triðja pláss, flyta teir upp í bestu deildini, og tað hevur somuleiðis við sær, at so flyta tvey feløg niður úr fremstu deildini. B68 er fýra stig frá triðja plássinum, men hevur spælt ein dyst færri enn NSÍ og KÍ, sum bæði liggja beint omanfyri. Dysturin millum B68 og B71 á Svangaskarði byrjar klokkan 19.00 Uppskotið hevur ikki verið til almenna hoyring, men nevndin í Havbúnaðarfelagnum hevur kortini fingið uppskotið, og hevur havt møguleika at leggja síni sjónarmið fram. Felagið vísir millum annað á, at seinastu seks árini er skipanin við loyvisgjaldi broytt fýra ferðir, og tað er ikki nóg støðugir karmar fyri vinnuna. Havbúnaðarfelagið tekur eisini uppaftur síni prinsipiellu sjónarmið, um at alifyritøkarnar eiga ikki at gjalda loyvisgjald av umsetningi, men av staðfestur vinningi. Løgtingið fer í dag at viðgera eitt uppskot frá Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu, um at fáa heimild at byggja nýtt barnaheim í Havn fyri í mesta lagi 65 milliónir krónur. Uppskotið var eisini í tinginum í farnu tingsetu, men tað varð ikki liðugt viðgjørt, áðrenn tingið fór til hús, og tí datt tað burtur. Nýggja barnaheimið skal skapa karmar fyri, at børn og ung, sum eru sett heiman, og familjur, sum eru innskrivaðar til familjuviðgerð, fáa betri og fjølbroyttari tilboð. Leygardagur bjóðar hesaferð eitt prát við Joanitu Zachariassen, sum vann songkappingina Live hjá DR, ALSO, eina lurtarakapping, prát við Jónheðin Tróndheim um ein øðrvísi hjall, og áðrenn farið verður til Eiðis, har prát við fyrieikarar og luttakarar á Heystfagnaðinum, bjóða vit bæði góð tíðindi og Oreoís við Elini í Stórustovu. Ein av nærmastu ráðgevunum hjá saudiarabiska prinsinum, Mohammed bin Salmans, skal hava leitt drápið á tíðindamannin, Jamal Khashoggi, umvegis skype, upplýsa fregnartænastukeldur fyri tíðindastovuni, Reuters. Ráðgevin verður sagdur at hava ein stóran leiklut í saudiarabiska fregnartænastuvirkseminum og skal hava skipað fyri fleiri hundrað handtøkum, millum annað tá forsætisráðharrin í Libanon varð tikin. Al Qahtani skal hava havt eitt so tætt samskifti við bin Salman í so nógv ár, at kongafamiljan hevur ein trupulleika. Hann hevur sjálvur sagt, at hann einki hevði gjørt, uttan at prinsurin visti av tí. Tí verður tað torført hjá saudiarabisku myndugleikunum at tosa um hendingina, uttan at prinsurin verður drigin uppí, sigar keldurnar. Upplýsingarnar um al Qahtani á netinum eru eisini broyttar frá at vera kongaligur ráðgevi, til at hann stendur á odda fyri teldutrygdini í landinum. Seinni hava embætismenn upplýst, at al Qahtani er koyrdur úr starvi, og at hann er tikin. Tað halda keldurnar hjá Reuters er fyri at fjala tað, sum í veruleikanum hendi. Aðrir miðlar skriva, at ein saudiarabiskur fregnartæmðnastumaður var í klæðunum hjá tíðindamanninum, tá hann stutt eftir drápið fór úr aftur konsulatinum í Istanbul. Hann varð seinni sæddur í Bláu moskuni í býnum. Týski uttanríkisráðharrin, Heiko Maas, hevur eisini sagt, at sum støðan er, talar einki fyri, at Týskland skal útflyta vápn til Saudiarabia. Í síðsta mánaði góðkendi Týskland annars at selja Saudiarabia vápn fyri 416 milliónir evrur ella góðar tríggjar millardir krónur i okkara peningi. Málið um dripna journalistin hevur havt við sær, at viðurskiftini millum Saudiarabia, Týskland og fleiri onnur evropeisk lond eru versnað munandi. Hoyr sendingina her Lutakarar Tóri Restorff Jacobsen, Susan Philbrow, Rannvá Andreassen, Durita Hummeland, Oddbjørn Joensen og Annika P. Nørrespang. Hvørt ár heitir ein av størstu tónleikafestivalinum í Evropa, Roskilde Festival, á gestir um at koma við lurtaraynskjum. Hetta verður vanliga gjørt á Facebook, og í ár er einki undantak. Roskilde Festival hevur í dag lagt eitt video á Facebook vangan hjá festivalinum, sum hevur yvir 400.000 fylgjarar, har heitt verður á øll um at koma við lurtaraynskjum til festivalin komandi ár. Tað áhugaverda við videobrotinum er, at tað er tónleikurin hjá føroysku Konni Kass, sum verður brúktur. Konni Kass upptraðkaði eisini á ársins festivali í upphitingardøgunum. Hvørt ár upptraðka fleiri enn 100 tónleikarar og tónleikabólkar á festivalinum, og í ár taldi skráin 175 tónleikaframførslur við millum annað heimskendu Eminem, Bruno Mars, Dua Lipa og fleiri, fleiri øðrum. Tí er tað eisini sermerkt, at festivalurin velur at brúka júst tónleikin hjá Konni Kass til videobrotið, ið lýsir serstaka Roskilde huglagið, sum verður kallað Orange feeling . Appelsingula kenslan eftir appelsingula pallinum, sum er størsi pallurin á Roskilde Festivalinum . Uppslagið á Facebook finnur tú her . Ynskir tú at koma við lurtaraynskjum og vera við í lutakastinum um at vinna eitt atgongumerki til Roskilde 2019, so trýst her . Drápið á saudiarabiska tíðindamannin, Jamal Khashoggi, var lagt væl til rættis, og talan var um eitt polittiskt morð. Tað segði turkiski forsetin, Erdogan, tá hann helt røðu fyru turkiska tjóðartinginum. Hann legði dent á, at um onnur lond eisini hava verið við í ætlanini, so skal tað eisini kannast, og eitt møguligt rættarmál skal vera í Turkalandi. Myndugleikarnir í Turkalandi halda seg hava ábendingar um, at ætlanin um morðið varð tikin, tá Khashoggi var á konsulatinum í Istanbul tann 28. september, tí hann hevði ætlanir um at giftast. Hóast tíðindi ganga, um at saudiarabiska kongafamiljan visti um morðið, so nevndi hann einki um tað, bara at teir, sum framdu drápið, høvdu við myndugleikarnar í Saudiarabia at gera. Hann sigur tað hava stóran týdning, at Saudiarabia hevur viðgingið, at eitt dráp varð framt, og hann segði seg rokna við, at tey, sum framdu drápið, koma fyri rættin og fáa sína revsing. Turkiski forsetin segði seg hava fingið at vita, at ein bólkur av 15 fólkum komu úr Saudiarabia til Turkalands. Tey komu í smáum bólkum og savnaðust síðani á konsulatinum í Istanbul. Jamal Khashoggi hvarv 2. oktober, eftir at hann var farin inn á saudiarabiska konsulátið í Istanbul. Saudiarabia hevur viðgingið, at hann doyði á konsulátinum, men at talan var um eitt óhapp. Eingi lond siga seg trúgva tí. Málið hevur eisini polittiskan týdning, tí bæði í Saudiarabia og í Turkalandi eru sunni muslimarnir í meiriluta, og bæði londini vilja gera sína støðu galdandi í Miðeystri. Ímynda tær at verða uppfatað sum nakað annað, enn tað tú ert. At kynsbúningin gerst ein marra, tí at kroppurin mennist til nakað annað, enn tú kennir teg sum. Hetta kennir 28 ára gamla Cecilia Jacobsen av Toftum alt til. Hon hevur sína barna og undómstíð stríðst við einum kroppi, ið lívfrøðiliga hevur verið nakað annað, enn hon er. Cecilia Jacobsen er tvørkynd, men í dag fyllir hetta ikki nógv hjá henni. Hon fekk skurðviðgerð, tá hon var 21 ára gomul og hevur sostatt livað við einum kroppi, ið samsvarar við hennara kyn í sjey ár. Tvørkyndleikin hevur havt nógva happing og háðan við sær, sum hevur tyngt hana nógv. Í dag brúkar hon tað til nakað jaligt og arbeiðir sum Life Coach . Hon ynskir at læra onnur, hvussu tey gerast glað fyri lívið eisini hóast tey hava upplivað djúpa sálarkvøl. Hetta er hevur hon sjálv stríðst við leingi, men er komin á mál. Løgreglan kann stýra útluftingini í undirsjóvartunlunum frá høvuðsstøðini í Havn, og tað varð eisini gjørt í dag, sigur vakthavandi. Vifturnar vórðu tendraðar og settar at blæsa, og samstundis fór løgregla og sløkkilið á staðið, men tá var uppsteðgaði bilurin longu farin. Hvørt ár heitir ein av størstu tónleikafestivalinum í Evropa, Roskilde Festival, á gestir um at koma við lurtaraynskjum. Hetta verður vanliga gjørt á Facebook, og í ár er einki undantak. Roskilde Festival hevur í dag lagt eitt video á Facebook vangan hjá festivalinum, sum hevur yvir 400.000 fylgjarar, har heitt verður á øll um at koma við lurtaraynskjum til festivalin komandi ár. Tað áhugaverda við videobrotinum er, at tað er tónleikurin hjá føroysku Konni Kass, sum verður brúktur. Konni Kass upptraðkaði eisini á ársins festivali í upphitingardøgunum. Hvørt ár upptraðka fleiri enn 100 tónleikarar og tónleikabólkar á festivalinum, og í ár taldi skráin 175 tónleikaframførslur við millum annað heimskendu Eminem, Bruno Mars, Dua Lipa og fleiri, fleiri øðrum. Tí er tað eisini sermerkt, at festivalurin velur at brúka júst tónleikin hjá Konni Kass til videobrotið, ið lýsir serstaka Roskilde huglagið, sum verður kallað Orange feeling . Appelsingula kenslan eftir appelsingula pallinum, sum er størsi pallurin á Roskilde Festivalinum . Uppslagið á Facebook finnur tú her . Ynskir tú at koma við lurtaraynskjum og vera við í lutakastinum um at vinna eitt atgongumerki til Roskilde 2019, so trýst her . Ð ella ikki. Tey eru fleiri, sum ikki skilja, hví Irdið skal stavast við Ð. Navnanevndin hevur tikið avgerðina, men vil formaðurin í Navnanevndini, Anfinn Johansen, vil ikki gera samrøðu um málið. So avgjørdur er Jógvan á Lakjuni, løgtingslimur. Hann saknar fleiri málslig sjónarmið í viðgerðini av navnaspurningum og hevur sett landsstýriskvinnuni í navnamálum tveir fyrispurningar. Landsstýriskvinnan í Heilsu og innlendismálum, sum varðar av navnaøkinum, Sirið Stenberg er ikki samd við Jógvan á Lakjuni, tí hon hevur álit á, at Navnanevndin ger sítt arbeiði til lítar. Uppskotið um at einskilja Posta skal samtykkjast. Um ikki, fær tað avleiðingar fyri onnur uppskot. Tað gjørdi Poul Michelsen, landsstýrismaður greitt í tinginum í dag. Hóast skattanevndin hjá fíggjarmálaráðnum metir, at hægri inntøkur fáast úr alivinnuni við tilfeingisrentu heldur enn tøkugjaldi, so eru ongar ætlanir um at broyta tað. AB SKÁLA 2 4 1 2 2. minuttir. 0 1 Søren B. Nielsen 37. minuttir. 1 1 Tóki á Lofti 42. minuttir. 1 2 Søren B.Nielsen 48. minuttir. 2 2 Tóki á Lofti 69. minuttir. 2 3 Søren B.Nielsen 74. minuttir. 2 4 Søren B.Nielsen 5 minuttir 1 0 Sonny Jakobsen 17 minuttir 1 1 Arnbjørn Hansen 23 minuttir 1 2 Pætur Petersen 54 minuttir 2 2 Charles Machell 68 minuttir 2 3 Jens Michael Jensen 90 minuttir 3 3 Sonny Jakobsen br Samfelagið ger alt ov lítið fyri at hjálpa teimum, sum viga ov nógv. Ovurfiti er í veruleikanum ein kronisk sjúka, og møguleikarnir at sleppa í viðgerð eru als ikki nøktandi, sigur danski yvirlæknin, Jens Christian Holm. Hjá børnum er ein røð av fylgisjúkum, ið vit fyrr settu í samband við vaksin fólk, ið kunnu standast av ovurfiti. Høgt blóðtrýst, høgt kolesterol og diabetes 2 teljast millum hesar. Michael Hardinger man hava skrivað nøkur av best umtóktu donsku poppløgunum yvirhøvur. Hann var ein av høvuðsmonnunmum í bólkinum Shu bi dua, sum var virkin frá 1973 til 2011. Hesi árini gav bólkurin út átjan LP plátur og fløgur. Ikki færri enn seks milliónur eintøk eru seld av hesum útgávum. Tað er met í plátusølu í Danmark. Nógvir av sangunum við sínum hugfangandi løgum og rámandi donsku tekstum eru tí vorðnir fólkaogn. Nevnast kunnu Hvalborg , Den røde tr d , Vuffeli vov , Danmark , Sexchikane og annað. Michael Hardinger var lagsmiðurin í Shu bia dua. Í summar framførdi hann á Voxbotn í Havn. Tá hitti Suni Merkistein hann í 25 minuttir. Kommunurnar brúktu eina milliard og 667 milliónir í 2011, sammett við tvær milliardir og 392 milliónir í fjør, og tá er eingin peningur til eldrarøkt íroknaður. Búskaparráðið ávarar um, at í longdini fer vaksandi talið av eldri borgarum at hava við sær stóran útreiðsluvøkstur, sum fer at leggja stórt trýst á almennu kassarnar. Tí eiga almennu kassarnir við varisligum og avmarkaðum útreiðsluvøkstri nú at leggja avlop til viks til at standa ímóti við, sigur Búskaparráðið í heystfrágreiðing síni. Føroya handverksmeistarafelag sigur, at trupulleikin var, at útboðið bleiv ikki skipað eftir føroyskari lóg, reglum og mannagongdum. Handverksmeistarafelagið gjørdi Bygningsstyrelsen, sum stendur fyri arbeiðinum, vart við trupulleikan, og heitti á Bygningsstyrelsen um at skipa útboðið eftir føroyskum reglum. Eisini varð verkætlanin skipað sum eitt sokallað funktiónsútboð, har byggifeløgini skuldu liðugtprojektera stórar partar av veitingunum. Hesin leisturin hevur stóran váða við sær, bæði tá verkætlanin skal príssetast og tá hon skal fremjast, sigur Handverksmeistarafelagið. Tí var ótrygg verkætlan, og at útboðið ikki varð skipað í samsvari við føroysku útboðslógina orsøkin til, at føroysku byggifeløgini ikki vildu bjóða. Í skrivinum til Fíggjarnevndina hjá fólkatinginum, har biðið verður um fleiri pengar til politistøðina, sigur Ole Birk Olesen, ráðharri, at fyri upprunaliga útboðið vórðu veitarar í Føroyum gjørdir varugir við verkætlanina. Millum annað var kunningarfundur í Havn við tí endamáli at fáa veitarar á staðnum at vera við, dog uden held , stendur í fíggjarnevndarskjalinum. Tá farið varð undir skipaða barna og ungdómspsykiatri fyri nøkrum árum síðani, varð mett, at umleið 80 ávísingar fóru at verða um árið. Tað upplýsir Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, í einum svari til Kristionnu Winther Poulsen í Javnaðarflokkinum, sum hevur spurt um málið. Viðhvørt er tørvur á innlegging í longri tíð, tá tey ungu eru so illa fyri, at foreldrini ikki hava møguleika at taka sær av børnunum. Ikki er staðfest, hví hetta er gongdin, men ein partur av svarinum er, at størri opinleiki er í samfelagnum um sálarsjúkur. Tí taka fleiri ímóti tilboðnum um ávísing um viðgerð. At fólk, sum fyrr høvdu fastan bústað á Psykiatriska deplinum, nú hava fingið aðrar bústaðarmøguleikar, ger, at seingjardagatalið er nógv minkað. Talið á seingjardøgum á Psykiatriska deplinum í fjør var 7.214, ella 12,5 prosent av øllum seingjardøgum á øllum trimum sjúkrahúsunum tilsamans, sigur Sirið Stenberg í svarinum til Kristionnu Winther Poulsen. Danski staturin skal eyðmerkja og beina burtur allar leivdir av amerikanska verjuvirkseminum í Grønlandi. Og USA skal eisini gera sítt. Serligi kanningarleiðarin hjá ST legði longu fyri einum ári síðani fram fyribilstilmæli, men nú hevur hann so latið endaligu frágreiðingina úr hondum til Mannarættindanevndina í ST. Danmark skal eyðmerkja og beina burtur allar hernaðarligar leivdir, sum fólkið í Grønlandi vil hava burturbeindar. Og stór herðsla verður løgd á tilmælið um, at USA eisini ger sítt og stuðlar átøkunum, stendur í frágreiðingini. Kanningin og frágreiðingin vórðu gjørd, eftir at táverandi landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Vittus Qu jau kitsoq, kærdi Danmark til ST fyri at bróta mannarættindini, tá ræður um burturkast og leivdir frá gomlu amerikansku herstøðunum í Grønlandi. Stefan Løfv n, virkandi forsætisráðharri og formaður hjá svensku sosialdemokratunu, hevur givið formanninum í ríkisdegnum frágreiðing um samgongusamráðingarnar, sum nú hava vart í meira enn seks vikur. Frammanundan hevur Ulf Kristersson, formaður í Moderata flokkinum, roynt seg sum samráðingarleiðara, men tá hann gav skarvin yvir, fekk Stefan Løfv n møguleikan. Hjá mær og fleiri øðrum er bara ein vegur. Og tað er at halda fram at tosa saman, til ein stjórn er skipað, sum ríkisdagurin kann góðtaka, sigur hann við SVT. ES nevndin góðkennir ikki uppskotið hjá italsku stjórnini um fíggjarlóg. Tað er greitt, eftir at ES nevndin hevur viðgjørt uppskotið. Men almenna skuldin í Italia er longu 130 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni, og uppskotið stríðir ímóti reglunum, sum evru londini hava ásett. Tey leypa ikki bara á eina stjórn, men á eitt fólk, og tað fær ilt í italienaran, skrivar italski innanríkisráðharrin, Matteo Salvini, á Twitter. Hetta er fyrsta fíggjarlógin, sum ES ikki dámar. Eg eri ikki bildin. Hetta er fyrsta italska fíggjarlógin, sum er gjørd í Rom, og ikki í Brússel, skrivar Luigi Di Maio, varaforsætisráðharri, á sínum Facebook vanga. Brúgvin, sum er 55 kilometrar long, bindur Hongkong saman við Macao, og hon fer síðani inn á kinesiska meginlandið til býin Zhuhai. Brúgvin er styrkt við 42.000 tonsum av stáli, og hon skal kunna tola jarðskjálvtar, sum verða mátaðir til átta á Richter stiganum. Maðurin, sum tá var 53 ára gamal, varð tikin í málinum, og hann er nú dømdur 12 ár og seks mánaðar fongsul fyri drápsroynd í fimm førum og fyri at hava roynt at kroysta pening úr fólki. Tá maðurin hevði sett gløsini við eitraða matinum á hillina, setti hann seg í samband við leiðararnar í handlinum og kravdi at fáa nærum 12 milliónir evrur, ella umleið 87 milliónir krónur í okkara peningi. Vit hava eingi neyv tøl, men tað er einki at ivast í, at harðskapur og hóttanir eru ein regluligur trupulleiki hjá starvsfólkum, sum arbeiða innan heilsu, røkt og umsorgan. Í dag skipar Arbeiðs og brunaeftirlitið fyri einum evnisdegi um júst harðskap og hóttanir, og hesin evnisdagurin er ætlaður teimum, sum onkursvegna arbeiða innan heilsu, røkt og hóttanir. Sum myndugleiki hava vit eina fatan av, at talan er um ein relativan regluligan, trupulleika innan fyri tey ymisku økini innan heilsurøkt, staðfestir Leivur Persson og heldur fram Í mun til okkaru ítøkiligu tøl, so tosa vit um fleiri tilburðir hvørt ár, men okkara fatan er heilt griett, at tað er ein brøkpartur av harðskapi og hóttanum á arbeiðsplássum, sum verður fráboðaður, sigur Leivur Persson. Tænastustøðið í tí modernaða vælferðarsamfelagnum verður alla tíðina útbygt og veksur, og so eru tað eisini fleiri fólk, sum arbeiða í hesum sektorinum, og tískil eisini fleiri og fleiri fólk, sum uppliva at koma í støður við harðskapi og hóttanum, sigur Leivur Persson. Endamálið við evnisdegnum í dag er, at seta ljóskastaran á vaksandi trupulleikan við harðskapi og hóttanum á ávísum arbeiðsplássum, og at geva íblástur til, hvussu hesin trupulleiki kann fyribyrgjast og handfarast. Í tí sambandi hevur Arbeiðs og brunaeftirlitið gjørt eina nýggja vegleiðing, sum kann síggjast her . Grundina til góða gróðurin kenna vit ikki, men tá gróðurin er nógvur, eru størri sannlíkindi fyri góðari tilgongd til fiskastovnarnar, sum halda til á landgrunninum. Gróðurin, ella plantuæti, er fyrsti liður í føðiketuni í havinum, og er tí grundarlag undir øllum lívi í sjónum, skrivar Sólvá Jacobsen. Hóast tað enn er ov tíðliga at siga, um gróðurin í fjør fer at bøta um tilgongdina til botnfiskastovnarnar, so sær tað spennandi út, skrivar lívfrøðingurin í ritinum hjá Havstovuni. Øll tey sameindu londini eru samd um, at USA í øllum lutum heldur avtaluna. Trupulleikin er atburðurin hjá Russlandi, sigur Jens Stoltenberg, NATO aðalskrivari, sambært Reuters. Tað merkir, at fyritøkur, sum ætla at byggja íbúðir, kunnu sleppa undan at keypa grundøki í Tórshavnar Kommunu. Heldur kunnu fyritøkurnar langtíðarleiga grundøkið. Kommunan hevur søkt Heilsu og Innlendismálaráðið um at taka stig til at broyta lóggávuna soleiðis at kommunur kunnu leiga grundøki út heldur enn at selja. Annika Olsen væntar, at hóast byggilendið verður útleigað heldur enn selt, so verður hetta ein fíggjarligur vinningur fyri kommununa. Tórshavnar Kommuna sigur í umbønini til Heilsu og Innlendismálaráðið, at fólkatalið í kommununi er vaksið við yvir túsund fólkum síðan 1. juli 2015. Og bara seinasta árið er fólkatalið vaksið við 449 borgarum. Støðan í 1.deild 1.ÍF 51 mál 63 stig 2.NSÍ II 46 mál 52 stig 3.KÍ II 35 mál 52 stig 4.B68 26 mál 51 stig 5.Víkingur 2 mál 37 stig 6.HB II 1 mál 29 stig 7.Skála II 15 mál 29 stig 8.B71 21 mál 28 stig 9.Giza Hoyvík 14 mál 23 stig 10.TB FCS Royn 107 mál 7 stig Í trimum sendingum greiðir jarðfrøðingurin, Jóannes Rasmussen, sáli, okkum frá upphavi Føroya. Í fyrsta parti verður víst á, hvussu ógvuslig eldgos á okkara leiðum fyri nógvum milliónum av árum síðani bygdu upp eina røð av basaltfláum, sum upprunaliga myndaðu ein veldugan basaltháslætta. Gjøgnum tær óteljandi øldirnar, ið eru gingnar, síðani háslættin varð bygdur, hava týnandi náttúrumáttir sum skiftandi hiti og frost, vindur og regn, skriðjøklar og havaldan máað burtur av lendinum. Samstundis er stórur partur av tí lendi, sum upprunaliga var yvir sjónum, sokkið undir sjóvarmálan, so bara ein lítil partur nú stingur uppundan, nevniliga okkara lítla oyggjaland. Jóannes Rasmussen, sáli, greiður frá. Martin V. Heinesen og Helgi Jacobsen løgdu til rættis. Filmslist, gróður í Havn og tónleikur og list úr Vestmanna er á skránni í hesum mentanarmikudegi í Nón. Uni Arge hevur skrivað bók fyri Tórshavnar Kommunu um gróður í Havn, Birgir Kruse, formaður í Filmsfelagnum og Beinta Á Gregersen, dagligur leiðari í Atlantis í Klaksvík greiða frá aktuellum filmum og Róin Siggertson, tónleikari, timburmaður og listamaður greiður frá lívi og virki í Vestmanna og í Keypmannahavn. Montenegro Føroyar 24 24 10 15 Rói Berg Hansen 6 mál Jónas Gunnarson Djurhuus 6 mál Allan Norðberg 3 mál Nicklas Selvig 3 mál Rúni Vest Højgaard 3 mál Helgi Hildarson Hoydal 2 mál Kjartan Johansen 1 mál Tað eru umleið 200 fullveldir ella statir í heiminum, men samstundis eru yvir 100 aktivar loysingarrørslur, ið sjálvar ynskja at vinna sær ein nýggjan stat. Tað vil siga, at nærum helvtin av øllum londum í heiminum, hava eina rørslu, ið ynskir at loysa. Kappingarráðið sigur, at Fuglafjarðar Kommuna hevur brotið kappingarlógina, tí hon forðar fyritøkum uttan fyri kommununa at útinna loðsflutning og sleipivirksemi. Kappingarráðið hevur givið Fuglafjarðar Kommunu boð um at steðga við forðingunum. Kappingarráðið sigur, at kommunan forðar partafelagnum Faroe Agency at útinna loðsflutning og sleipitænastur í Fuglafirði. Ístaðin hevur kommunan tillutað einum staðbundnum felag hesar uppgávurnar. Fuglafjarðar Býráð samtykti fyri nøkrum árum síðan, at eitt felag, staðsett í Fuglafirði, skuldi vera fyrsta val í sambandi við loðsflutning. Seinni var samtyktin formliga avtikin, men framferðin at brúka lokala felagið sum fyrsta val, helt kortini ikki uppat. Og hetta er orsøkin til, at Kappingarráðið hevur tikið málið upp. Valdu vit ikki at fara inn í málið, var óhepna støðan hon, at ein fyritøka hevði fingið monopol í eini av virknastu havnum í Føroyum. Henda støða kundi skjótt havt við sær, at aðrar kommunur gjørdu eftir sama leisti, sigur formaðurin í Kappingarráðnum, Heri Joensen, í tíðindaskrivi. Hann sigur seg vóna, at avgerðin hjá Kappingarráðnbum fer at hava við sær, at ein og hvør, sum hevur góðkendan bát, kann gera avtalur við reiðarí um loðsflutning og sleipitænastur. Hetta fer at tryggja kapping og lágar prísir, sigur hann. Avreiðingarnar av botnfiski tilsamans eru í nøgd áleið tær somu tríggjar teir fyrstu árfjórðingarnar í ár, samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Men av týdningamesta botnfiskinum er væl meira avreitt av toski og hýsu ávikavist 30 og 25 prosent. Upsin vigar tó mest í heildini, og er nakað minni avreitt av upsa, um 9 posent og 8 prosent minni av øðrum botnfiski. Uppgerðin vísir annars, at botnfiskanøgdin tilsamans enn er lág, tó at glottar eru, og nøgdin av toski og hýsu higartil í ár er tann frægasta, sum verið hevur í fleiri ár. Men nú útlitini eru frægari, skal allur vøksturin takast frá heimaflotanum, tí sambært lógini kann landsstýrismaðurin selja 15 prosent av fiskirættindunum á Flemish Cap á uppboðssølu. Skipanin elvir til ótryggleika, og at kalla øll vinnan hevur víst á, at uppboðssølan er eitt stórt afturstig í menningini, sum hevur verið í fiskivinnuni seinastu árini. Stjórin á amerikansku sjónvarpsstøðini CNN, Jeff Zucker, finst hvassliga at Donald Trump, forseta, í kjalarvørrinum av bumbuhóttanunum móti CNN og fleiri demokratum fyrradagin. Starvsfólk á CNN vórðu flutt burtur, tí skrivstovan hjá sjónvarpsstøðini á Manhattan í New York hevði fingið ein illgrunaverdan pakka, sum ein rørbuma eftir øllum at døma var í. Hvítu húsini skilja als ikki, hvussu álvarsom hesi álopini eru. Forsetin og pressuskrivarin í Hvítu húsunum eiga at skilja, at tað, sum sagt verður, fær avleiðingar. Higartil hava tey ikki skilt tað, sigur Jeff Zucker. Millum teirra, sum eisini skuldu fáa pakka við rørbumbum í, vóru fyrrverandi forsetahjúnini, Barack og Michelle Obama, Bill og Hillary Clinton, fyrrverandi løgmálaráðharrin, Eric Holder, og tveir demokratiskir kongresslimir. Helvtin av fólkinum í Yemen eru hótt av hungursdeyða. Talan er um 14 milliónir fólk, og hetta er um størstu hungursneyð í nýggjari tíð. Í september upplýsti ST, at 11 milliónir fólk í landinum eru í vanda fyri at doyggja, og nú hevur ST hækkað talið upp í 14 milliónir fólk, sum er helmingurin av øllum fólkinum í landinum. Fyrst í hesum árinum fingu tríggjar milliónir fólk í Yemen hjálp frá ST, og nú verður mett, at 8 milliónir fáa hjálp. Men tað er framvegis langt eftir á mál, sigur Lowcock. Í 2015 fóru hermenn úr fleiri londum inn í Yemen, undir leiðslu av Saudiarabia, at stríðast ímóti Houthi uppreistrarfólkum, sum høvdu gjørt uppreistur. Fyrr í ár settu deildirnar sær fyri at verja havnarbýin, Hodeida, ímóti uppreistrardeildunum, tí meginparturin av inn og útflutninginum í landinum fer um henda havnarbýin. Vinus og Vimús 6.partur Tað er so gott at duga at telja. Og tá tað ræður um at telja tøl, kunnu øll vera uppií, tí so fáa øll hvør sítt tal, og øll ting fáa eisini hvørt sítt tal. Í dag telja Vinus og Vimús heilt upp í tíggju og siga eina teljisøgu heilt upp í 10, og sjálvt bókin fær eitt tal. Og bókin er um, at øll mugu vera har. Eingin má fara. Tá Vimús fer ørindi, so syngur Vinus ein teljisang. Og so má Vimús fara at leggja seg, tí nú eru so nógv tøl inni í høvdinum. Men tey eru góð at hugsa um og sovna av. Hvussu umboðandi tølini eru, kann spurnartekn setast við, men at fartelefonir er ein vaksandi trupulleiki fyri ferðslutrygdina, váttar Jan Fossáberg, ferðslupolitistur. Mong undirmeta, hvussu vandamikið tað er í løtum at vera óuppmerksamur í ferðsluni, tí sannroyndin er, at tað kann samanberast við at hava drukkið rúsdrekka, um skeitast skal á facebook vangian ella í tekstboðini á telefonini, sigur Jan Fossáberg. Ein donsk kanning vísir, at koyrir tú 80 kilometrar um tíman og brúkar fýra sekund til at hyggja í fartelefonina, so svarar tað til, at bilførarin hevur koyrt 89 metrar í blindum. Danmarks Radio gjørdi eina kanning fyri kortum, har tey funnu meira enn 100 bilførarar, sum koyrdu upp í 200 kilometrar um tíman, meðan tey almannakunngjørdu váðaverkið á Snapchat. Ein kanning hjá Epinion, sum er gjørd fyri danska Ráðið fyri ferðslutrygd, vísir, at sjey prosent av teimum spurdu viðganga, at tey sms a og hyggja á facebook, meðan tey sita við róðrið. Spurningurin er so, um fólk eru meira erlig, tá tey svara dulnevnt, sum tey gera á heimasíðuni hjá Vágaportalinum, har altso annarhvør sigur seg ofta ella av og á hyggja í fartelefonina, meðan koyrt verður. Amerikanski forsetin, Donald Trump, setur Evropa í vanda fyri at enda í einum kjarnorkuandgletti, tekur hann USA úr kjarnorkuavtaluni, INF. Tað segði russiski forsetin, Vladimir Putin, fyri tíðindafólkum í sambandi við ein fund við italska forsætisráðharran, Guiseppe Conte, í gjár. Tekur USA seg burtur úr avtaluni, er stóri spurningurin, hvat amerikanarar fara at gera við nýggju rakettirnar. Verða tær settar upp í Evropa, verða vit noydd til at svara aftur, segði Vladir Putin sambært AP tíðindastovuni. Evropeisku londini, sum taka undir við hesum, eiga at skilja, at tey seta seg sjálvi í vanda fyri einum hevndarálopi, segði russiski forsetin. Avgerðin hjá tingbólkinum hjá Framsókn um at taka um stýrisvølin hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, varð tikin við vælsignilsi frá formanninum, landsstýrismanninum í uttanríkis og vinnumálum. Tað hevur ikki eydnast at fáa samrøðu við Høgna Hoydal ella Aksel V. Johannesen, løgmann, til hesa tíðindasendingina, men greitt er, at avgerðin hjá Framsókn kom óvart á báðar tveir. Eg var als ikki kunnaður, er einasta viðmerkingin, sum Høgni Hoydal hevur, tá útvarpið spyr, hvussu hann fyriheldur seg til atfinningarnar at sær og uppskotið hjá Framsókn. Kringvarpið skilir, at nógv politiskt fundarvirksemi er um málið, og boðini frá kunningarráðgevanum hjá løgmanni eru, at Aksel V. Johannesen helst og møguliga ger viðmerkingar til politisku støðuna í samgonguni seinnapartin. Tað kann als ikki góðtakast, at Framsókn leggur uppskot fyri tingið á einum málsøki, sum hoyrir til ein annan landsstýrismann og sum snýr seg um kjarnumálini hjá samgonguni. Tað sigur forkvinnan í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum, Helena Dam á Neystabø. Hon heldur tað vera serliga álvarsamt, at tað er ein heilur flokkur, sum hevur lagt uppskotið fram. Uppskotið hjá Ruth Vang og Honnu Jensen um at útseta kvotaskipanina eitt ár var ein bumba, sum bleiv slept niður yvir samgonguna í gjár. Eitt uppskot, sum bæði hevur vakt vreiði og undran millum samgongulimir, tí við hesum leggur Framsókn seg beint út í málsøkið hjá einum øðrum landsstýrismanni. Ein einstakur tinglimur ella ein flokkur kunnu ikki av sínum eintingum leggja mál fram og taka ræðið frá landsstýrismanninum soleiðis, tað ber ikki til. Har er ikki síðsta orðið sagt, sigur Annita á Fríðriksmørk. Sostatt draga Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi til at síggja somu línu og fordøma stigið hjá triðja samgonguflokkinum, Framsókn, sum í gjár púra óvæntað fyri bæði løgmann og landsstýrismannin í fiskivinnumálum setti uppskot fram um at útseta skiftið frá fiskidøgum til kvotur eitt ár. Í morgunsendingini greiddi Jan Fossaberg, ferðslupolitistur, frá ferðslu kring skúlarnar í landinum, og harafturat svaraði hann spurningum frá lurtarum. Útróður er um at doyggja út í Føroyum. Á Eiði er bert ein útróðrarbátur eftir. Tað eru hjúnini Sonni og Jenny Kalsoy, sum rógva út við bátinum, Barmur . Við hesum doyr ikki bara ein vinna, men ein partur av føroyskari mentan, tí útróðurin hevur verið hjartaslátturin í mongum føroyskum bygdum. Lagt til rættis Eir í Ólavsstovu. Fyri at sleppa undan ov nógvum tøðum, hevur hann eisini selt tíggju prosent av mjólkarkvotununum, so neytini eru færri í fjósinum. Tað er stórur tørvur á eini skipan, sum hjálpir fólki, ið eru sjúk og hava tørv á sálarligari hjálp, likamligari venjing og sosialari viðgerð. Tað snýr seg um, at tá tú hevur verið sjúkur ella er traktur av langtíðarsjúku, so skalt tú klára teg aftur í gerandisdegnum. Fyrrapartin í dag skipaði Sambandsflokkurin fyri almennum fundi, ið snúði seg um, hvussu vit í Føroyum kunnu skipa rehabilitering. Í Føroyum er eingin rehabiliteringsskipan, og tað merkir, at fólk við sjúku fáa ikki ta hjálpina, sum teimum tørvar. Og tað tekur hart upp á tey avvarðandi, sum í síðsta enda sjálvi kunnu gerast sjúk orsakað av umstøðunum tey liva undir, sigur Rósa Samuelsen. Endurvenjingarætlanin er ikki nóg breið. Hon tekur ikki hædd fyri allari heildarstøðuni hjá persóninum. Til dømis kanst tú hava eina ætlan, sum sigur, at tú hevur tørv á taluundirvísing, tí tú hevur mist førleikan at tosa. Tað stendur í ætlanini, at tú skalt hava tað, men tú hevur ikki krav upp á tað, tí vit hava ikki tilboðið, sigur Rósa Samuelsen. Tá tað kemur til at samskipa vegna borgaran og avvarðandi, so er eingin samskipan, og tað er ein trupulleiki sambært Rósu Samuelsen, og hon vísir á, hvussu mann hevur loyst trupulleikan í Noregi Í Norra hava tey sett í lóg, at tey fólkini, sum eru rakt av sjúku og avvarðandi fáa í boði ein samskipara, sum skal hava ábyrgdina av, at rehabiliteringsætlanin, altso heildin av menniskjanum, verður fylgd upp, sigur Rósa Samuelsen. So leingi vit ikki hava eina lóg, sum tryggjar rættin hjá fólki, so kann mann ikki siga, at tað bjargar so ótrúliga nógvum, men tú kanst í øllum førum fáa staðfest, hvønn tørv tú hevur. tað er so eisini viðvirkandi til at trýsta á og seta tiltøk inn, hvat er tað, sum ein borgari skal hava, sigur Rósa Samuelsen. Tí hann hevur havt so stóran týdning bæði sum skald og sum tónasmiðjur. Tann týdningurin verður størri í framtíðini, tá ið fólk finna útav, hvussu stórur listarmaður, hann var, sigur Hanus Kamban. Oyndfirðingar hava góðan smak. Í øllum førum fyrr í tíðini. Teir savnaðu sjálvir pengar inn til altartalvu, tá kirkjan varð bygd. Og teir valdu ein tann besta í Danska Kongaríkinum at mála hana Eckersberg, sum er faðirin at donsku gulløldini innan málningalist. Semingsstovnurin er boðsendur at royna at finna semju ímillum Føroya Skipara og Navigatørfelag og Lønardeildina um nýggjan sáttmála fyri Strandferðsluna og Magnus Heinason. Felagið sigur, at sjey samráðingarfundir hava verið, men einki endaligt spurdist burturúr. Sjeyndi og seinasti samráðingarfundurin var týsdagin. Áðrenn samráðingarnar slitnaðu, eydnaðist at fáa eina semju um til dømis dokking, dagførdar ásetingar um barsil, og so var eisini funnin semja um at broyta bygnaðin í lønartalvunum. Pakkin við tí sum minti um eina bumbu, varð sendur til Robert de Niro í New York í morgun, og samstundis varð boðað frá, at ein líknandi pakki varð sendur til fyrrverandi varaforsetan, Joe Biden, sum býr í Delaware. Pakkin til Robert de Niro varð funnin á sjeyndu hædd í bygningum, sum alt fyri eitt varð stongdur. Pakkin er fluttur úr bygninginum, sum er opin aftur. Politikeldur siga við CNN, sum eisini hevur fingið ein illgrunasaman pakka, at teir mintu um pakkarnar sum seinastu dagarnar eru sendir til kendar demokratar, teirra millum Hillary Clinton og fyrrverandi forsetan, Barack Obama. Amerikanska samveldisløgreglan, FBI, biður nú fólk um hjálp, fyri at fáa greiðu á, hvør kann hava sent pakkarnar. Tilsamans 9 bræv eru send til kend fólk. Ein tómur sessur er í nevndini, eftir at Teitur Poulsen fyri góðum mánaði síðani takkaði fyri seg sum mótmæli móti, at nýggi stjórin, Ben Arabo, varð koyrdur úr starvi sínum. Endamálið hjá Ognarfelagnum er at umsita stóru ognirnar, og tað verður gjørt umvegis partafelagið Betri, sum er skipað sum eitt samtak við móðurfelagi og trimum dótturfeløgum, har eitt av hesum feløgum eisini eigur egið dótturfelag. Skal samgongan halda fram, so má Framsókn taka uppskotið um at útseta skiftið frá fiskidøgum til kvotur aftur. Tað eru boðini frá Aksel V. Johannesen, løgmanni. Elin Mirjamsdóttir fylgdi gongdini í løgtinginum seinnapartin. Kirkjan við Norðskála var liðug og bleiv vígd í 1932. Í 1978 varð hon útbygd og broytt munandi, men tá Brim arkitektar fingu til uppgávuðs at standa á odda fyri arbeiðinum, sum nú verður gjørt, leitaðu teir aftur til gomlu tekningarnar av uppruna kirkjuni, sum H.C.W. Tórgarð gjørdi fyri 90 árum síðani. Stýrið í Kringvarpi Føroya hevur eftir innstilling frá eini setanarnevnd avgjørt at seta Ivan Hentze Niclasen í starv sum stjóri í kringvarpinum. Ivan hevur starvast innan sjónvarps og útvarpsmiðlar síðan 1991 og hevur drúgvar royndir í Kringvarpinum, millum annað sum programleiðari og tíðindaleiðari. Miljusøgur er um gentuna Milju, sum greiðir frá sínum upplivilsum og tonkum um sín gerandisdag. Milja er á mangan hátt uppi í tí sama sum onnur børn, men munurin er, at hon sleppur at greiða frá sínum upplivingum, so at vit sita sum á nálum. Rakel Helmsdal skrivaði og Bókadeild Føroya Lærafelags gav út í 2018. Miljusøgur er um gentuna Milju, sum greiðir frá sínum upplivingum og tonkum um sín gerandisdag. Milja er á mangan hátt uppi í tí sama, sum onnur børn, men munurin er, at hon sleppur at greiða frá sínum upplivingum, so at vit sita sum á nálum. Rakel Helmsdag skrivaði og Bókadeild Føroya Lærarfelags gav út í 2018. Miljusøgur er um gentuna Milju, sum greiðir frá sínum upplivingum og tonkum um sín gerandisdag. Milja er á mangan hátt uppi í tí sama sum onnur børn, men munurin er, at hon sleppur at greiða frá sínum upplivingum, so at vit sita sum á nálum. Rakel Helmsdal skrivaði og Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út. Høgni Rasmussen hevur skrivað bókina Mín caminodagbók . Hann sigur, at hann varð blakaður úr virkinum hann var við at stovna og var hetta størsta lívskreppan, sum hann hevur verið í. Hann gjørdi av at fara eina pílagríma ferð og var henda ferðin sálarbót. Hann fekk eina frástøðu til tað, sum var hent og fekk fest sínar tankar og upplivingar niður á blað, sum so er endað við hesi bók. Eitt uppskot frá Javnaðarflokkinum í býráðnum í Tórshavnar kommunu um at byggja stórhøllina við Tórsbreyt og endan á R.C. Effersøesgøtu fall á býráðsfundinum í gjárkvøldið. Tekniski stjórin, býararkitekturin og Byggi og býarskipanarnevndin mæltu til, at stórhøllin verður staðsett í økinum við Stórutjørn. Heðin Arge, sum í dag er búsitandi í Danmark, sigur, at atkvøðugreiðslan fyrstu tíðina var skipað soleiðis, at skúlarnir atkvøddu hvør sær og síðani faksaðu úrslitið til Útvarpið. Tórshavnar kommuna noyðist at bjóða út alment stykkið, sum kommunan annars ætlaði at selja biogassverkinum, sum partafelagið Salmon Protein ætlar at byggja á Skarðshjalla. Taka tey uppskotið aftur, so leggja vit tað fram aftur, sigur Jørgen Niclasen og leggur afturat, at andstøðuflokkarnir hava gjørt uppskot, sum verður lagt fram, um at varðveita fiskidagar. Vit halda ikki, tað er gott nokk, at bara útseta skiftið í eitt ár. Vit halda, at fiskidagaskipanin framhaldandi skal vera galdandi, sigur formaðurin í Sjálvstýri, Jógvan Skorheim. Bill Justinussen, tinglimur fyri Miðflokkin, sigur, at væntandi leggur onkur í andstøðuni fram aftur, tí tað eru nógv í andstøðuni, sum eru samd um, at tað ikki skal farast undir eina kvotuskipan longu 1. januar. Andstøðan arbeiðir við einum máli, sum líkist tí, sum Framsókn hevur lagt fram, sigur Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum. Hoyr teir fýra andstøðutinglimirnir úttala seg í ljóðbrotinum omanfyri. Tingfundur verður ikki aftur fyrr enn næsta fríggjadag, og tá er bert framløga á skránni. Løgtingsskrivstovan skal hava uppskot, sum skulu viðgerast í hesum árinum, í seinasta lagi á midnátt í kvøld. Avrikslistar kunnu fevna um størri og smærri mál. Persónlig og ella faklig mál. Lágpraktisk mál so sum innkeyp, at heinta bilin á verkstaðnum ella at minnast til at keypa eina føðingardagsgávu. Lívsmál, mánaðarmál, viku ella dagsmál. Mál, vit vóna fara at broyta okkara lív og veran til tað betra. Mál, sum vit trúgva, fara at geva okkum eina kenslu av, at vit hava rokkið einhvørjum, vit vóru vís í, fór at geva okkum eina kenslu av nøgdsemi, framgongd, persónligum avriki og so framvegis. Men hví seta vit menniskju okkum mál Hví hava vit tørv á at hava yvirlit yvir tað, vit skulu ella ynskja at avrika í lívinum og í gerandisdegnum Hvørji eru málini Hvørji mál viga tyngst og hvørji viga lættast og hví Hvussu røkka vit málunum, og tá vit røkka tey ella ikki hvørjar kenslur vekir hetta í okkum, og gerast vit nøgd, tá flugubeinið er sett gerast vit vónbrotin og kedd, tá flugbeinið ikki verður sett Fyri at svara hesum spurningum havi verið á rannsóknarferð í to do ella avrikslistunum hjá seks ymiskum føroyingum, og eg bjóðaði teim av við soljóðandi uppgávu Sig mær frá tínum avrikslista. Uppgávan varð skipað soleiðis, at tey vórðu biðin um at velja fimm tey fremstu málini á teirra lista. Avrikslistin kundi fevna um øll sløg av málum, tað vil siga alt frá lívsmálum til dagsmál. Onki mál ov stórt onki mál ov smátt. Einasta kravið var, at tey greiddu mær og tykkum frá, hví tey høvdu júst hesi mál á listanum, hvørjar kenslur tað vakti í teimum, tá tey rukku ella ikki rukku málunum, og um teirra hugsanir um fyribrigdið To do ella avrikslistar. Í hesi seinastu sending av trimum í røðini, Mín avrikslisti, hittu vit Turið Christophersen, søgulesandi á Fróðskaparsetri Føroya og Hans Marius Ziska, tónleikara, framleiðara og undirvísara Andstøðan eygleiðir og tekur kanska ikki so øgiliga synd í samgonguni, sum í løtuni roynir at finna stevið aftur, eftir at Framsókn aftan fyri ryggin á hinum samgonguflokkunum langaði eitt uppskot á løgtingsborðið um at útseta skiftið frá fiskidøgum til kvotur. Uppskotið hjá Framsókn um at útseta kvotaskipanina í eitt ár er eitt misálit á landsstýrismannin í fiskivinnumálum. Tað heldur formaðurin í Fólkaflokkinum, Jørgen Niclasen. Atferðin hjá Framsókn er tekin um, at stórar ósemjur eru millum samgonguflokkarnar um fiskivinnupolitikkin, og at Framsókn heldur seg hava fingið ov lítið burtur úr samstarvinum við Javnaðarflokkin og Tjóðveldi, halda andstøðuflokkarnir. Formaðurin í Sambandsflokkinum, Bárður á Steig Nielsen, heldur uppskotið frá Framsókn er eitt tekin um, at flokkurin ikki hevur kunnað framt síni hjartamál í hesi samgonguni. Løgmaður má tryggja sær ein meiriluta sum heldur, sigur Bill Justinussen, tingmaður hjá Miðflokkinum, meðan formaðurin í Sjálvstýri, Jógvan Skorheim, heldur, at uppskotið hjá Framsókn er tekin um stóru innanhýsis ósemjuna um fiskivinnumál. Í barnaútvarpinum hesa vikuna hoyra vit søgur, sum Bárður Oskarson og Rakel Helmsdal hava skrivað. Tey eru bæði í uppskoti til Norðurlendsku virðislønina, sum verða latnar í Oslo týsdagin 30.okt. Í dag hoyra vit søguna Flata kaninin, sum Bárður Oskarson hevur skrivað. Elin á Rógvi lesur saman við Evu og Braga. Upptøkan er frá 2014. Eisini vitja vit Elisabeth, sum eigur tvær kaninir. Hann vil ikki hava sitandi á sær, at hann skal hava misrøkt sínar skyldur í sáttmálanum við Betri, og hann krevur eisini at fáa ta fráfaringarsamsýning, sum hann sambært sáttmálanum átti at fáa. Jógvan Elias Winther Poulsen, advokatur sigur, at Ben Arabo krevur, at rætturin skal vraka grundgevingina um, at Arabo ikki hevur gjørt sínar skyldur, umframt at rætturin skal gera úrskurð um, at hann hevur rætt til 2,2 milliónir í fráfaringarsamsýning afturat teimum 12 manaðum í fráfaringarløn, sum hann hevur fingið játtaðar. Advokaturin sigur, at teir fleiri ferðir til fánýtis hava roynt at fáa neyvar grundgevingar fyri uppsøgnini, og at teir eisini hava roynt at lagt semingsuppskot fyri nevndina. Eisini til fánýtis. Tá Ben Arabo eftir bara 10 mánaðum sum forstjóri í Betri varð uppsagdur, var almenna grundgevingin hjá Aslaug Gisladóttir, nevndarforkvinnu, at uppsøgnin var grundað á samstarvstrupulleikar. Hetta var 25. september í ár. Tá Ben Arabo varð koyrdur frá, fór næstformaðurin í nevndini, Teitur Poulsenm, eisini frá, tí hann kundi ikki taka undir við uppsøgnini. Endamálið hjá Ognarfelagnum er at umsita stóru ognirnar hjá Føroya størsta fíggjarsamtaki, og tað verður gjørt umvegis partafelagið Betri, sum er skipað sum eitt samtak við móðurfelagi og trimum dótturfeløgum, har eitt av hesum feløgum eisini eigur egið dótturfelag. Fýra oddamenn í Eik banka í Danmark, teirra millum Marner Jacobsen, sum var nevndarformaður, skulu gjalda Fíggjarligum støðufesti 28,6 milliónir krónur umframt rentu frá 30.november 2011. Men Hans Laksá og grannskoðanarvirkið smápartafelagið NOTA blivu frídømd í sakarmálinum millum Fíggjarligt støðufesti og Eik banka í Danmark. Kappingarráðið sigur, at Fuglafjarðar Kommuna hevur brotið kappingarlógina, tí hon forðar fyritøkum uttan fyri kommununa at útinna loðsflutning og sleipivirksemi. Kappingarráðið hevur givið Fuglafjarðar Kommunu boð um at steðga við forðingunum. Kappingarráðið sigur, at kommunan forðar partafelagnum Faroe Agency at útinna loðsflutning og sleipitænastur í Fuglafirði. Ístaðin hevur kommunan tillutað einum staðbundnum felag hesar uppgávurnar. Fuglafjarðar Býráð samtykti fyri nøkrum árum síðan, at eitt felag, staðsett í Fuglafirði, skuldi vera fyrsta val í sambandi við loðsflutning. Seinni varð samtyktin formliga avtikin, men framferðin at brúka lokala felagið sum fyrsta val, helt kortini ikki uppat. Og hetta er orsøkin til, at Kappingarráðið hevur tikið málið upp. Valdu vit ikki at fara inn í málið, var óhepna støðan hon, at ein fyritøka hevði fingið monopol í eini av virknastu havnum í Føroyum. Henda støða kundi skjótt havt við sær, at aðrar kommunur gjørdu eftir sama leisti, sigur formaðurin í Kappingarráðnum, Heri Joensen, í tíðindaskrivi. Hann sigur seg vóna, at avgerðin hjá Kappingarráðnbum fer at hava við sær, at ein og hvør, sum hevur góðkendan bát, kann gera avtalur við reiðarí um loðsflutning og sleipitænastur. Hetta fer at tryggja kapping og lágar prísir, sigur hann. Landsstýrið arbeiðir í løtuni við at finna eina semju, sum allir partar kunnu liva við, eftir at Framsókn mikudagin legði uppskot fyri tingið um at útseta part av fiskivinnunýskipanini í eitt ár. Tað er tað einasta, sum Ruth Vang, tingkvinna úr Framsókn, vil siga í dag, eftir at Aksel V Johannesen, løgmaður, í gjár segði, at Framsókn skal taka uppskotið um at fiskidagaskipanin skal halda fram eftir 1. januar aftur, tí annars er eingin samgonga. Tað er eingin loyna, at tað eru nógvar ymiskar áskoðanir á nýggju skipanina við kvotum, sum skal koma fyri fiskidagaskipanina 1. januar í 2019 í sambandi við fiskivinnunýskipanina. Framsókn, sum kanska er serliga skeptiskt móvegis kvotum, hevur frá byrjan sett krav um at fáa eina nágreiniliga frágreiðing av fyrimunum og vansum við báðum skipanum, áðrenn kvotaskipanin tekur yvir fiskidagarnar tann 1 januar 2019. Tann 10. oktober segði Hanna Jensen við útvarpið, at Framsókn ikki helt, at málið var nógv væl lýst, og at flokkurin helst sær, at hildið verður fram við fiskidagaskipanini eftir 1. januar. Høgni Hoydal vildi ikki viðmerkja júst hetta málið, men segði við útvarpið 12. oktober, at frágreiðingin er partur av einum størri arbeiði, og at hon er á veg. Tær báðar Hanna Jensen og Ruth Vang úr Framsókn løgdu uppskot fram um, at fiskidagaskipanin heldur fram eftir 1. januar 2019 hetta er siga tær báðar, fyri at binda um heilan fingur, í fall, at landsstýrismaðurin ikki kemur við eini frágreiðing. Við uppskotinum forðar Framsókn fyri, at kvotaskipanin tekur yvir 1. januar, hóast landsstýrismaðurin ikki hevur latið umsitingarætlanina úr hondum. Føroysku U19 landsliðini luttaka í hesum í døgum í NEVZA, sum er ein altjóða Norðurevropisku kapping, sum verður hildin í Kettering í Onglandi. Klokkan 15.30 í dag skulu føroysku gentunar aftur spæla, tá er mótstøðan Norra. Liðini í hinum bólkinum eru Danmark, Ongland og Ísland. Seinnapartin í morgin spælir føroyska hondbóltslandsliðið hjá monnum EM undankappingardyst ímóti Danmark í vesturjútska býnum, Skjern. Hesa ferð verður tað við stórskjúttanum, Peter Krogh, á liðnum. Peter Krogh meldaði annars avboð til dystirnar, og hann var ikki við í føroyska hópinum, tá føroyingar leiktu javnt móti Montenegro mikukvøldið. Orsøkin var, at unnustan hjá Peter ikki hevði átt enn, og tí valdi Peter Krogh at vera heima. Men síðani er Peter Krogh vorðin pápi fyri aðru ferð, og hann legst tí afturat hópinum. Peter Krogh er nú á veg til Danmarkar, og hann verður altso við, tá Føroyar í morgin klokkan 15 skulu spæla móti fyrrverandi Evropameistarunum og OL vinnarunum úr Danmark. Hollandaise er ein teimum fimm grundsósunum í franskari matgerð. Teitur Christensen, sjefkokkur í Fútastovu, greiðir frá, hvussu man ger hesa sósina. Umráðandi er, at man legerar eggini, áðrenn man bakar sósina upp, tað vil siga at man blandar tað súra, sum er ein blandingur av niðurkókaðum hvítvíni og edikki, saman við samanpískaðu eggjablommunum. Síðani legerar man eggjablommurnar, soleiðis at tær verða eins og kakukrem í konsistensinum. So kann man baka sósina upp við smeltaðum, kláraðum smøri. Umráðandi er, at man pískar alla tíðina. Hollandaise er ein grundsós, sum man kann byggja víðari uppá. Letur man esdragon í sósina, hevur man bernaisse. Ben Arabo vil ikki hava sitandi á sær, at hann hevur missrøkt sínar skyldur sum stjóri í Betri samtakinum. Fyrrverandi forstjórin dregur nú samtakið í Føroya rætt og krevur 2,2 milliónir afturæt teimum 2,6 millióninum, sum hann fekk við sær, tá hann varð koyrdur frá sum forstjóri fyri einum mánað síðani. Vága floghavn hevur sagt upp samstarvið við danska felagið Naviair, sum hevur havt um hendur eftirlitið við flogferðsluni til og av flogvøllinum í Vágum. Advokaturin hjá Betri samtakinum vil ikki svara ítøkuliga, hvat nevndin meinar við, tá tey siga, at Ben Arabo hevur missrøkt sína skyldur sum forstjóri fyri Betri samtakinum. Ivan Hentze Niclasen er nýggjur stjóri í Kringvarpi Føroya. Hetta varð kunngjørt í dag. Nýggi stjórin hevur starvast í Kringvarpinum síðan 1992 og kennir tískil stovnini rættuliga væl. Føroyingurin og tey fólkavaldu skulu práta saman. Tað er eitt av endamálunum við tiltakinum Fólksins, sum verður í Tórsgøtu í Havn í kvøld og í morgin. Tað er Reinsaríið sum skipar fyri fyrilestrum, orðaskifti og kjaki. Í morgun bleiv Peter Krogh pápi í Føroyum, og í kvøld lendi hann í Billund og meldaði seg kláran til hondbóltslandsdystin móti Danmark í morgin. Greta Svabo Bech hevur seinastu árini av álvara sligið sítt navn fast í føroyska medvitið við sínum serliga klangi og huglagi. Greta var tónleikagestur í vikuskiftissendingini, har hon greiddi frá um ymisk tiltøk, hon arbeiðir við. M.a. hevur hon verið við til at skipa fyri tiltakinum Gentur rokka , sum hevur til endamáls at fáa fleiri ungar kvinnur at spæla ljóðføri. Konseptið er víðkað til Kvinnur rokka , sum veður hildið í Dávavirkinum í Klaksvík 9. 11. november. Greta hevur úr at gera, ti sama vikuskifti, 10. november, verður konsert í Norðurlandahúsinum við konseptinum Hun solo , sum telur fimm kvinnur, fýra danskar og eina føroyska, sum hvør sær fara at framføra sín tónleik í konsert. Konseptið er skipað á tann hátt, at tvær vertinnur standa fyri tiltakinum, Nana Jabobi og Kirstine Stubbe Teglbjærg, meðan gestir eru Gurli Octavia, Iris Gold og altso Greta Svabo Bech. Umframt hetta er Greta við í sangbólkinum Kata, sum í næstum hava konsertir. Hoyr eisini gretu syngja ein vakran san í innslagnum Liðini fara á middegi aftur á vøllin í Leirvík at spæla teir 77 minuttirnar, sum restaðu í, tá dómarin í gjárkvøldið fyri veður avblásti dystin. Tá var støðan framvegis javnleikur 0 0. Við einum sigri, so kann B68 vinna seg upp á annaðplássið í næstbestu deildini og harvið tryggja sær uppflyting. Tað merkir so, at bæði tey aftastu liðini í bestu deildini, sum er AB og 07 Vestur, mugu ta tungu leið niður í næstbestu deildina. Tapir B68 dystin móti Víkingi, so verður tað bara aftasta liðið í bestu deildini, sum flytir niður. Og tað stríðið er ikki endaliga avgjørt. Dagsins brøv vóru í tí meira álvarsama endanum. Fyrra brævið snúði seg um pápa og dóttir, sum ikki hava samskift í longri tíð, og tað seinna snúði seg um vaksnar systrar, sum hava trupulleikar við einari ommu, sum er í so váttlig og sum eftir teirra tykki ikki er so fitt, sum hon kundi verið. Vit fara ikki aftur til gamla hjallin. Tað sigur Hørður Wardum, sum í 2007 byrjaði at leita eftir einum møguleika sum hevði við sær, at hann slapp av við hýggið, sum legðist á kjøtið í hjallinum. Tá búði hann í Hoyvík. Seinni hava hann og konan bygt í Kirkjubø og har hava tey bygt ein hjall, sum ikki sær út sum hjallar vanliga gera. Hann er heilt afturlatin, og tí kemur bara tann luftin til kjøtið, sum tey loyva inn. Inni í hjallinum verður hiti og luftvæta stýrd neyvt, so kjøtið allatíðina hongur í røttu umstøðunum. Hørður Wardum hevur funnið útav, at rætta luftvætan liggur millum 70 og 80 prosent, og hitin skal liggja millum 8 og 10 stig. Tað er tað sum gevur tað besta og reinasta kjøtið. Ein annar fyrimunur við hesum hjallinum er, at tað gongur nógv skjótari at ræsa og turka kjøt. Vit hava í vikuni etið ræst av seyði, sum varð flettur fyri fýra vikum síðani, sigur Hørður Wardum. Lurta eftir innslagnum og hoyr hvussu hann hevur borið seg at og hví. Landsstýrið hevur sett sær fyri, at national net trygd skal skipast í Føroyum, hava innleiðandi fundir verið við danskar myndugleikar. Verjumál og national trygd eru ikki yvirtikin øki, og harafturat hava danskir myndugleikar útgerð og serfrøði, sum tørvur er á at samstarva um. Ein embætisnevnd úr Fíggjarmálaráðnum og Uttanríkisráðnum í Føroyum kunnaðu danska Center for Cybersikkerhed og Verjumálaráðið um føroysku støðuna og tørvin her, og nýggjur fundur er avtalaður at verða í januar. Center for Cybersikkerhed varð sett á stovn í 2012 sum partur av fregnartænastuni hjá donsku verjuni. Har arbeiða eini 100 fólk í dag á trimum deildum, eini ráðgevingar og teledeind, eininet trygdardeild og á eini cyber greiningardeild. Center for Cybersikkerhed er ein av seks geirum í fregnartænastuni hjá donsku verjuni. Í øðrum londum er national nettrygd alsamt størri partur av tilbúgvingini. Javnan hoyrist um cyberálop og innbrot, og uttan strong og skipað trygdarkrøv kunnu grundleggjandi tænastur í samfelagnum leggjast lamnar. Um illa vil til, so kunnu cyberálop eisini skaka demokratisku grundsúlurnar so sum tjóðartingsval, lemja streymveiting og bankakervi, ella kunnu hakkarar stjala viðkvæmar upplýsingar, so sum politiskar strategiir, persónsupplýsingar ella vinnulívsdulsmál. Í føroysku embætisnevndini, sum var í Keypmannahavn í gjár vóru, umframt Bjarna Askham, aðalstjóra í Fíggjarmálaráðnum, Leif Abrahamsen, sum hevur ábyrgdina av KT trygdarpolitikkinum, og Svein Magnason úr Uttanríkisráðnum, tí har hoyra verjumál heima. Føroyska embætisnevndin hitti Thomas Lund Sørensen, sum er stjóri í Center for Cybersikkerhed og Thomas Ahrenkiel, sum er aðalstjóri í Verjumálaráðnum. Og sum nevnt, verða tingingarnar tiknar upp aftur í januar Borgarar skulu í framtíðini avgreiða øll síni viðurskifti online. Talgildu Føroyar er verkætlan, sum skal samskipa hetta arbeiðið í Føroyum. Nicolai Mohr Balle, leiðari fyri verkætlanini, lovar teimum, ið óttast fyri skiftinum til talgilda samfelagið, at ongar talgildar loysnir verða kroystar niður yvir fólk her í landinum. Í Talgildu Føroyar arbeiða tey miðvíst við at hava teir samfelagsbólkarnar, sum kanska hava størst ótta fyri talgilda samfelagnum, við í tilgongdini eitt nú eldri borgarar. Á botnlinjuni stendur, at ognirnar hjá milliardingunum í heiminum í fjør vuksu við tí, sum svarar til meira enn øll tann spanska bruttotjóðarúrtøkan. Milliardingarnir blivu also 9,2 billiónir ríkari í fjør. Til tey, sum kanska ivast, hvat ein billión er, so er tað ein millión milliónir, so tey ovurríku fingu sostatt 9,2 milliónir milliónir meira í sín pung í fjør. M.a. hava 40 av teimum 179 nýggju milliardingunum, sum komu í fjør, arvaðu sítt ríkidømi. Og forsøgnin í frágreiðingini er, at meira enn 22,2 billiónir krónur fara at verða arvaðar á sama hátt næstu 20 árini. Í heiminum eru tilsamans 2158 milliardingar. Teir flestu í USA. Men kinesarar eru við í dystinum nú bara 16 milliardingar vóru í Kina fyri 12 árum síðani, nú eru 373, also er næstan fjórði hvør av heimsins milliardingum kinesari nú. Í Føroyum hava vit helst bara ein milliarding. Tað er stjórin á Bakkafrosti, Regin Jacobsen. Hann liggur tó ikki í oddunum av heimsins 2158 milliardingum. Hósdagin keypti hann sær meira partabrøv í Bakkafrosti, og eftir kursvirðinum tann dagin, eru virðini á partabrøvunum hjá Regini Jacobsen verd nakað meira enn 1,6 milliard krónur. Og tað er altso bara fyri partabrøvini, og ikki tað, sum tey hava kastað av sær gjøgnum árini. Og at tað eru kursirnir á partabrævamarknaðunum, sum gevur teimum ovurríku undanvind nú, stendur eisini í frágreiðingini. Á botnlinjuni stendur, at ognirnar hjá milliardingunum í heiminum í fjør vuksu við tí, sum svarar til meira enn øll tann spanska bruttotjóðarúrtøkan. Milliardingarnir blivu also 9,2 billiónir ríkari í fjør. Til tey, sum kanska ivast, hvat ein billión er, so er tað ein millión milliónir, so tey ovurríku fingu sostatt 9,2 milliónir milliónir meira í sín pung í fjør. M.a. hava 40 av teimum 179 nýggju milliardingunum, sum komu í fjør, arvaðu sítt ríkidømi. Og forsøgnin í frágreiðingini er, at meira enn 22,2 billiónir krónur fara at verða arvaðar á sama hátt næstu 20 árini. Í heiminum eru tilsamans 2158 milliardingar. Teir flestu í USA. Men kinesarar eru við í dystinum nú bara 16 milliardingar vóru í Kina fyri 12 árum síðani, nú eru 373, also er næstan fjórði hvør av heimsins milliardingum kinesari nú. Í Føroyum hava vit helst bara ein milliarding. Tað er stjórin á Bakkafrosti, Regin Jacobsen. Hann liggur tó ikki í oddunum av heimsins 2158 milliardingum. Hósdagin keypti hann sær meira partabrøv í Bakkafrosti, og eftir kursvirðinum tann dagin, eru virðini á partabrøvunum hjá Regini Jacobsen verd nakað meira enn 1,6 milliard krónur. Og tað er altso bara fyri partabrøvini, og ikki tað, sum tey hava kastað av sær gjøgnum árini. Og at tað eru kursirnir á partabrævamarknaðunum, sum gevur teimum ovurríku undanvind nú, stendur eisini í frágreiðingini hjá UBS og PriceWaterHouseCooper. Hóast føroyingarnir vóru væl við fyrstu 20 minuttirnar, so sást skjótt, at danska landsliðið, sum telist millum heimsins bestu, var ein ov stórur biti hjá føroyskan liðnum. Toppskjútti hjá føroyingum var Niclas Selvig við fýra málum, meðan tað ikki óvæntað var superstjørnan Mikkel Hansen, sum skoraði 9 mál fyri Danmark. AB gjørdist stóri vinnarin í seinasta umfarinum í bestu mansdeildini í fótbólti, tí AB vann í dag 2 0 móti EB Streymi á útivølli á Eiðið, meðan 07 Vestur samstundis tapti 1 0 í Suðri. Tað sá annars leingi út til, at bæði AB og 07 Vestur fóru at flyta niður. Í næstbestu deildini kundi B68 við einum sigri á Víkingi vinna sær uppflyting. Men dysturin í Leirvík í dag endaði málleysur. Í Runavík tryggjaði NSÍ sær silvurkrónurnar, tá liðið vann 2 1 móti KÍ, sum endaði uttan heiðursmerki. B36 tryggjaði sær bronsukrónurnar við einum sannførandi 4 1 sigri á útivølli móti Skál. Maðurin, ið leyp á synagoguna í gjár, varð handtikin á staðnum. Hann er 46 ára gamla gamal og fekk sjálvur skaða, tá løgreglan kom á staðið. Hildið verður at maðurin, ið skjeyt, var einsamallur um illgerðina. Meðan hann skjeyt, rópti hann millum annað, at allir jødar skulu doygga. Fólkini í synagoguni vóru komin saman at halda sabbatin. Enn er ikki upplýst, hvussu nógv fólk vóru í synagoguni, tá ið hon varð álopin. Donald Trump, forseti, hevur sagt álopsmannin vera svakan, og at hann við gerð síni hevur sett eina skoru undir lógina um deyðarevsing. Hevði synagogan havt vaktarfólk hevði støðan verið øðrvísi, segði forsetin, og hann legði seinni aftrat, at í USA verður antisemitisma ikki told. Maðurin, ið eigur enska fótbóltsfelagið Leicester City, Vichai Srivaddhanaprabha, var í tyrluni, sum datt niður uttan fyri King Power Stadium í gjárkvøldið. Tyrlan fleyg av fótbóltsvøllinum eftir dystin millum Leicester og West Ham United, men uppi yvir parkeringsplássinum uttanfyri vøllin fór tyrlan at mala um seg sjálva, áðrenn hon datt niður og eldur kom í. Teilendski ríkmaðurin Vichai Srivaddhanaprabha keypti fótbóltsfelagið Leicester City í 2010, og í 2016 vann felagið kappingina í Premier League. Tað var púra óvæntað, tá kappingarárið byrjaði. Seinna umfar av forsetavalinum í Brasil er í dag millum høgravíðgongda politikaran Jair Bolsonaro og Fernando Haddad frá vinstrasinnaða arbeiðaraflokkinum. Jair Bolsonaro var fyri einum álvarsligum álopi við knívi og misti nógv blóð, men kom í síðstu løtu undir skurð og lá á sjúkrahúsi í tríggjar vikur. Tíðindastovurnar skriva, at Jair Bolsonaro er kendur fyri sínar ágangandi meiningar um fosturtøku og samkynd, fólk við øðrvísi húðaliti og tey, sum av neyð flyta um landamørk. Tað hevur givið Jair Bolsonaro eyknevnið Tropiski Trump . Fernando Haddad gjørdist forsetavalevni ein mánað undan fyrra valumfarinum í staðin fyri Luiz Inácio Lula da Silva, fyrrverandi forseta, ið er dømdur 12 ára fongsul fyri mutur. Føroyska manslandsliðið í hondbólti spældi í gjár landsdyst ímóti Danmark. Heimadysturin varð leiktur í Skjern í Danmark, tí ongin høll er í Føroyum, sum lýkur altjóða krøv til slíkar dystir. Tað gekk væl at hava hondbóltslandsdystin í Skjern, heldur Gunn Ellefsen, forkvinna í Hondbóltssambandi Føroya. Og komandi hondbóltslandsdystirnir verða væntandi eisini leiktir uttanlanda, men enn er ikki greitt, um tað verður í Skjern, leggur hon aftrat. Komandi árini kann eisini væntast, at t fleiri landsdystir um árið mugu leikast uttanlanda, tí vit ikki hava umstøður til slíkar dystir í Føroyum, sigur forkvinnan. Tórshavnar kommuna boðaði herfyri frá, at kommunan er farin undir fyrireikingararbeiðið at byggja stórhøll, ið skal lúka altjóða krøv, so altjóða dystir og altjóða tiltøk kunnu haldast her heima. Men hon verður ikki liðugt við bræði, tí onnur átrokandi mál mugu raðfestast áðrenn, segði Annika Olsen, borgarstjóri, fyri eini viku síðani. Men Hondbóltssambandið hevur hvørki fíggjarorku ella arbeiðsorku til at skipa fyri landsdystum uttanlanda í nógv ár aftrat. Noyðist hondbóltssambandi at gera tað, so fara pengarnir frá arbeiðnum at menna hondbóltin til umsiting, sigur Gunn Ellefsen. Tí ber ikki til at bíða í fleiri ár at gera eina stórhøll, heldur hon, og vil tí hava arbeiðið framskundað. Gunn Ellefsen heldur, at eisini landið hevur skyldu at tryggja, at umstøður eru at hava landsdystir í Føroyum, og tí eigur landið eisini fíggja ein part av einari stórhøll, saman við kommununi og privatum íleggjarum. EM undankappingardystinum í Skjern seinnapartin var ein tann størsti, sum hondbóltslandsliðið hevur spælt, og endaði við stórtapi til Føroyar. Danska landsliðið, sum telist millum heimsins bestu, vann 35 17 á Føroyum. Hóast tað er neyðugt at fara undir eina stórhøll so skjótt sum til ber, so er eisini neyðugt at fyrireika arbeiðið væl, og tryggjað at allir partar verða hoyrdir, soleiðis at høllin verður framtíðartryggjað, og kann brúkast til ymisk endamál, heldur Gunn Ellefsen. Mangt bendir á, at týski samveldiskanslarin Angela Merkel og konservativi flokkur hennara, CDU, fáa eitt vánaligt valúrslit í Hessen, har val er til landspartatingið í Frankfurt í dag. Seinastu 20 árini hevur CDU staðið á odda fyri landspartastjórnini í Hessen, men veljarakanningar vísa, at flokkurin einans fer at fáa 28 prosent av atkvøðunum. Tað er ein afturgongd uppá tíggju prosent í mun til valið fyri fimm árum síðani. Ein annar stórur flokkur í Hessen er sosialdemokratiski flokkurin, SPD. Hann fekk 30 prosent av atkvøðunum seinast val var, men veljarakanningar vísa, at SPD væntandi eisini fer at fáa stóra afturgongd, eins og flokkurin fekk til valið í Bayern. CDU, CSU og SPD eru í samgongu í samveldistinginum í Berlin, har flokkarnir skipa stjórn við Angelu Merkel sum samveldiskanslara. Men spurningurin er, hvussu leingi samveldisstjórnin verður sitandi, tí ósemja er flokkanna millum, og hon er ikki vorðin minni, nú teir missa undirtøku millum veljararnar. Leggur samveldisstjórnin í Berlin frá sær, er væntandi, at val verður í Týsklandi, og um so verður, kann stjórnarskeiðið hjá Angelu Merkel vera komið at enda. Høgravíðgongdi flokkurin, AfD, hevur ikki verið umboðaður í Hessen, men tað verður hann nú. Veljarakanningar siga, at flokkurin fer at fáa 12 prosent av atkvøðunum. Tey grønu hava sitið í stjórn í Hessen saman við CDU, og tí vónar Angela Merkel, at tað fer at eydnast flokki hennara at skipa stjórn aftur eftir valið í Hessen, skrivar Ritzau. Innkomuvegirnir til Eysturoyartunnilin áttu at verið partar av tunnilsverkætlanini frá byrjan. Men ivasamt er um tað ber til at knýta innkomuvegirnir í tunnilsverkætlanina nú. Tað sigur Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, nú Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu mælir løgtinginum til at broyta lógina um Eystur og Sandoyartunlar, soleiðis at tunnilsfelagið eisini kann gera innkomuvegirnar til báðar tunlarnar. Torbjørn Jacobsen ivast í, hvussu tað kann ávirka lánið hjá tunnilsfelagnum. Annika Olsen segði við útvarpið fríggjardagin, at tað vísur seg, at løgtingið ikki raðfestir innkomuvegirnar á íløgukørmunum hjá landinum. Tí metir hon, at ein lættari máti at fíggja innkomuvegirnar er, at leggja vegagerðina til tunnilsfelagið, sum er eitt alment partafelag uttanfyri fíggjarlógina. Torbjørn Jacobsen, heldur, at landið má seta pening av til innkomuvegirnar sum skjótast, tí annars verður ferðsluruðuleiki, tá tunnilin letur upp. Hann finnst tí harðliga at landinum, fyri ikki at hava sett fígging av til innkomuvegirnar. Torbjørn Jacobsen vísur tó á, at nú løgmaður hevur yvirtikið málsøkið samferðslumál, so hevur samskifti verið millum partarnar, og tí hevur hann eina ávísa vón um, at tað fer at bea til at fáa semju um ein verklagslóg, sum skal tryggja, at gongd kemur á arbeiðið at gera innkomuvegirnar. Runavíkar kommuna hevur gjørt eina frágreiðing um, hvussu innkomuvegurin kann skipast, har mælt verður til at gera eina veg framvið havnalagnum í Runavík. Hetta er neyðugt fyri at flyta ferðsluna úr miðbýnum í Runavík, sigur borgarstjórin. Í uppskotinum um kunngerð stendur millum annað, at børn undir skúlaaldri skulu fáa tilboð um sjey fyribyrgjandi heilsukanningar hjá kommunulækna. Verður heilsufrøðingur varugur við viðurskifti í skúlunum, sum krevja ábøtur, skal heisufrøðingurin boða frá hesum í skúlanum, hjá avvarðandi myndugleika og hjá landslæknanum. Tað er uppskot um løgtingslóg um broyting í løgtingslógini um fyrisiting av sjófeingi, uppskotið er um at leingja gildistíðina á rættindum. Høvundin, tónleikarin, lærarin, festivalfyriskiparin við mongum meira, Steintór Rasmussen liggur ikki á latu síðuni. Seinastu trý árini hevur hann m.a latið úr hondum tríggjar brotsskaldsøgur, har bindiklubburin úr fiktiva føroyska býnum, Norðvík, er snúningsdepilin. Umframt høvundavirksemi er Steintór virkin í daglia starvi sínum sum undirvísari, harumframt hevur hann familju, skipar fyri festivali og spælir tónleik. Hvussu fær hann stundir til alt hetta virksemi Hvussu leggur hann virksemi sítt til rættis Og er ein nýggj krimi ávegis Tað sigur Søren Pape Poulsen, løgmálaráðharri, í svari til Føroyanevndina hjá fólkatinginum, sum spurdi fyri Sjúrð Skaale, fólkatingsmann. Men orðingin merkir tó her i landet , altso Danmark, sambært avgerð um fólkapensjónina hjá fólkinum, sum verður brúkt sum dømi i spurninginum. Flogarið er frá flogfelagnum Lion Air, ið er eitt lágprísfelag. Flogfarið datt niður stutt eftir at tað var farið avstað av flogvøllinum í høvuðsstaðnum Jakarta. Tað sigur indonesiska samferðslumálaráðið, sambært AFP. Sambært flogferðslueftirlitinum í Indonesia, bóðu flogskipararnir um at sleppa at venda aftur, stutt áðrenn flogfarið datt niður. Tað fingu teir loyvi til, men so mistu myndugleikarnir sambandið við flogfarið. Løgmaður segði, at tað er ein royndur lutur, at seinastu árini eru nógv nýggj fakøki løgd til Kærustovnin, og nýggjar kærunevndir eru settar. Tað setir stór krøv til førleikarnar hjá starvsfólkunum á Kærustovninum, sum skulu fevna um alt frá barnavernd til fjarskifti, ella frá rættindum hjá sálarsjúkum til posteftirlit. Hini í nevndini eru Aslaug Gisladóttir, forkvinna, Gunn Danielsen er næstforkvinna, Karl Birgir Isaksen, Arni D. Brattaberg eru nevndarlimir og í nevndini eru eisini trý umboð fyri starvsfólkini í Betri. Fólkini í nevndini í Ognarfelagi tryggingartakaranna eru eisini í nevndini í P f Betri, sum er móðurfelag hjá Betri Banka, Betri Trygging, Betri Pensjón og Betri Heimi. Seinastu fimm árini er gongdin rættiliga meinlík teirri, ið var galdandi undan fíggjarkreppuni. Frá 2013 til í dag hevur vøksturin í sethúsaprísum og íbúðum verið umleið 35 prosent í Tórshavn og heili 50 prosent í nøkrum av størru bygdunum í meginøkinum. Í smærri bygdunum eru sethúsaprísirnir øktir við 17 prosentum, meðan gongdin í Sandoy og Suðuroy er tann øvugta. Her eru sethúsaprísirnir síðani 2013 lækkaðir við 17 prosentum. Stjórnarkreppa er í Norra, eftir at Kristiligi Fólkaflokkurin hóttir við at taka stuðulin aftur til norsku stjórnina hjá Ernu Solberg, og heldur fara at samstarva við flokkarnar, ið eru vinstrumegin miðuna. Knut Arild Hareide, formaður í Kristiliga Fólkaflokkinum, er sinnaður at fara at samstarva við flokkarnar vinstrumegin miðuna, men hann vil ikki siga, um hann leggur frá sær, um hann ikki fær undirtøku fyri linju sínari á landsfundinum hjá flokkinum. Bestu liviumstøðurnar hjá bakterium eru skittur og fuktur, sigur Marita Debess Magnussen, granskari og eigari av kanningarstovuni, Thetis, sum hevur gjørt nakrar royndir av nøkrum lutum, sum fólk vanliga nema nógv við í gerandisdegnum. Hon hevur kannað handtakið á hurðini inn til eitt vesi, eina fartelefon, eitt knappaborð og ein vektstong. Meðan fartelefonin og knappaborðið eru sera skitin, eru hurðarhandtakið og vektstongin ikki so bakteriufongd. Tá tað kemur til reinføri, kunnu bæði køkur og baðirúm til dømis vera sannar bakteriubumbur, hóast tey at síggja til eru rein og nosslig. Handreinførið er tað týdningarmesta, sigur Malan Mikkelsen frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, sum eisini tosar um duldar bakteriur í lappum, klútum, skeribrettum og líknandi. Sum útgangsstøði vita næmingarnir ikki nógv um reinførið, tá skúlaskeiðið byrjar, og tí er reinførið á tímatalvuni fyrstu tvær vikurnar, sigur Jóhanna á Tjaldrafløtti, stjóri á Húsarhaldsskúla Føroya. Nú dómur er fallin í Eystari landsrætti í sakarmálinum móti teimum, sum stóðu á odda fyri Eik bankanum í Danmark, verður málið móti Eik í Føroyum tikið upp aftur. Tað verður mánadagin 19. november. Fíggjarligt støðufesti stevndi í 2016 eftir 150 milliónum krónum. Teir saksøktu krevja frídøming. Teir saksøktu eru Frithleif Olsen, Odd Bjellv g, Marner Jacobsen, Bjarni Olsen og Hans Laksá. Hans Laksá, sum er grannskoðari, varð annars fríggjadagin frídømdur í sakarmálinum í Danmark. Týski kanslarin, Angela Merkel, ætlar ikki at stilla upp aftur sum formaður í flokkinum CDU, tá nýggjur formaður skal veljast í desember. CDU hevði um vikuskiftið vánaligasta valið í meira enn 50 ár á landspartavalinum í Hessen. Afturgongdin var 10 prosentstig í mun til seinasta val. Hvønn leiklut hevur ST í altjóða samfelagnum, nú undirtøkan fyri altjóða samstørvum og avtalum minkar Og hvønn týdning hevur ST fyri Føroyar. Tað viðgerða vit í Nón, nú atljóða ST dagur var 24. oktober. Hví er tað týdningarmikið at kanna lesiførleikar hjá børnum so tíðla sum til ber Tað spyrja vit Gunnvør Højgaard og Osvald Jacobsen um, sum hava gjørt eitt spildurnýtt føroyskt eftirmetingartilfarið, sum skal hjálpa lærarum í 1. og 2. flokki at meta um lesi og staviførleikan hjá yngstu næmingunum. Fáa alsamt fleiri fólk sálarheilsutrupulleikar í dag, og hvørjar orsøkirnar til tað, tað spyrja vit Fólkaheilsuráðið og sálarfrøðing um Og so tosa vit við fyriskiparan af Fólkafundinum, Fólksins, sum verður um vikuskifti. Millum annað varð spurt, um tú vaskar tær um hendurnar, tá tú hevur verið á vesi, hvussu ofta tú skiftir borðlappa og hvussu ofta tú ert í bað. Nógv tey flestu av teimum spurdu siga seg vaska sær um hendurnar, eftir at tey hava verið á vesinum, gott og væl triði hvør sigur seg vera í bað hvønn dag, trý av fýra skifta handklæði minst einaferð um vikuna og meira enn annarhvør skiftir borðlappan fleiri ferðir um vikuna. Tað ræður um at skola lappan væl eftir nýtslu og so at leggja ella heingja hann at turka, tá tú ert liðugur at brúka hann, siga Malan Mikkelsen, eftirlitsfólk á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, og Marita Debess Magnussen, granskari og eigari av rannsóknarstovuni, Thetis. Her siga serfrøðingarnir, at onki ávíst tilmæli er, men Marita Debess Magnussen segði í morgunsendingini, at hon mælir til at skifta seingjarklæði í minsta lagi einaferð um mánaðin. Spurnarkanningin, sum spyr.fo hevur gjørt fyri Góðan morgun, Føroyar, varð gjørd millum klokkan átta og níggju mikukvøldið 24 10 2018. Kommunuala eftirlitið hevur annars heitt á borgarstjóran um at seta málið um dupultmandatið á skrá næstkomandi býráðsfundi. Næsti regluligi býráðsfundur hjá Tvøroyar býráð er 5. november. Men eftir at andstøðan fekk meirlutan í býráðnum hava tey biðið um at fingið málið til nýggja viðgerð, men tað hava tey higartil ikki fingið. Nýggjasta frágreiðingin hjá Landsbankanum um gongdina á sethúsaprísunum í Føroyum vísir, at tað er stórur munur á sethúsaprísunum í Havnini og uttan fyri Havnina. Sambært frágreiðingini hjá Landsbankanum vóru 25 prosent av húsunum, sum vóru seld í Havn, seld fyri yvir tríggjar milliónir krónur í 2018. Hóast stóra munin á prísinum á sethúsum uttan fyri Havnina og í Havn, eru húsaprísirnir í størru bygdunum skjótt vaksandi, og seinasta árið er miðalprísurin farin úr einari millión og 65 túsund til 1 millión og 338 túsund krónur. Tað er ein hækking upp á 25 prosent frá 2017 til 2018. Bygdir, sum eru taldar við sum størri bygdir, eru Fuglafjørður, Glyvrar, Klaksvík, Kollafjørður, Leirvík, Miðvágur, Nes í Eysturoynni, Norðagøta, Runavík, Saltangará, Saltnes, Sandavágur, Strendur, Sørvágur, Toftir og Vestmanna. Landsbankin staðfestir somuleiðis, at húsaprísirnir hækka meira enn inntøkurnar hjá fólki í Havn. Í 2016 hækkaðu sethúsaprísirnir í Havn við 14 prosentum í mun til árið fyri, meðan tøka inntøkan vaks 5 prosent. Í ár eru prísirnir higartil hækkaðir við 8 prosentum, meðan tøka inntøkan nærum er óbroytt. At sethúsaprísirnir hækka skjótari enn tøka inntøkan, kann vera tekin um ov stórt bjartskygni, skrivar landsbankin í frágreiðingini. Tað vil siga, at væntanir um áhaldandi prísvøkstur á sethúsamarknaðinum, eins og lágar lániútreiðslur saman við lítla útboðnum, kunnu eggja húsarhaldum til at bjóða ein hægri prís fyri bústaðir, enn skilagott er. Harvið er vandi fyri, at tey binda seg til eina hægri skuld, enn tað er fíggjarliga ráðiligt í mun til samlaðu húsarhaldsinntøkuna. Ein høgur skuldarfaktorur er óheppin, um rentuhækkingar skerja fíggjarliga rásarúmið so mikið, at tað gerst neyðugt at selja húsini. Navnarnir Tórur í Puntabyrgi uttan ð og Tórður Mikkelsen við ð hava leingi havt eina avtalu um at gera ein túr saman á Verkstaðnum Vón á Argjum, har Tórur í Puntabyrgi dagliga arbeiðir. Umsíðir gjørdist hesin túrur veruleiki. Navnarnir báðir vitja við mikrofonini pappírsdeildina, seymistovuna og timburverkstaðin, umframt at vitjað verður í ítrivshølinum niðri undir, har serliga glaslutir verða gjørdir til jólasøluna verða gjørdir í hesum døgum. Nøkur hava eisini sítt dagliga arbeiði í køkinum á Verkstaðnum Vón og har vitja teir báðir sjálvsagt eisini við mikrofonini. Tann sosiali parturin á Verkstaðnum Vón hevur stóran týdning, umframt at tað er umráðandi at tey fáa ein dagligan dag við innihaldi í, sigur Fríðhild Debes, sum er eitt av starvsfólkunum. Hon sigur, at tað er ymist sum brúkararnir eru fyri. Summi eru fullan dag á verkstaðnum og onnur eru nakrar fáar tímar um vikuna. Og so eru upp aftur onnur, ið bara arbeiða eitt sindur á Verkstaðnum Vón, tí tey eisini hava arbeiði aðra staðni. Í sendingini er samrøða við hesi Vagnur Kjærbo, Guðrið Haraldsdóttir Jacobsen, Hildur Staksá, Marin Johannesen, Ella Elttør, Dánial Gram Høgnesen, Birgit Álaberg, Marjun Niklasdóttir, Fríðhild Debes, Jógvan Brøðraberg, Marianna Guttesen, Lennart Magnussen, Hervør Didriksen, Regin Samuelsen, Malan Mortensen, Bárður Nybo, Jórun Niclasen, Aimy Djurhuus, Elinborg Hansen. Rakul Helmsdal, rithøvundur, er eisini í uppskoti til hesa virðisløn. Tað er saman við rithøvundum Álslaug Jónsdóttir og Kalle Guettler fyri bókina Skrímsli, sum er givin út í Íslandi. Heiðurslønarhandanin verður send beinleiðis á her á heimasíðuni í kvøld klokkan 1845, og send í sjónvarpinum beint eftir Dag og Viku. Hann vildi hava at vita, hví Umhvørvisstovan brúkar so langa tíð at gera vanlig frábýti og makaskifti so sum umskifti av jørð og frábýti av grundstykkjum. Sirið Stenberg svarar, at slík mál skulu sendast til hoyringar hjá kommunum og øðrum myndugleikum. Tað kann taka úr tveimum upp í seks mánaðir. Neyðugt menningararbeiði, ítøkiliga nú í sambandi við talgildu Føroyar, ger, at fólk mugu takast frá rakstri og arbeiða við menning í staðin. Í tíðarskeiðum fer hetta at leingja um málsviðgerðartíðirnar hjá Umhvørvisstovuni, og seinasta hálva árið hevur júst verið eitt slíkt tíðarskeið. Sirið Stenberg sigur eisini, at sera fáir føroyingar hava útbúgving sum landmálarar ella landinspektørar, og teir, sum hava hesar útbúgvingar, arbeiða ikki í Føroyum. Hesi boðini skulu fyri fyrst verja tann órættaða og møgulig húsfólk hjá tí órættaða, til fútin kann taka endaliga avgerð um frástøðuboð ella uppihaldsforboð. Broytingin ger, at fyribils tilhald kann verða álagt, um fólk við rímiligari grund er undir illgruna at valda øðrum ónáðir, at ávísar orsøkir eru at halda, at viðkomandi framhaldandi fer at volda hinum ónáðir, og at viðkomandi ikki hevur ein rímiligan áhuga í at seta seg í samband við hin. Revsimálið um drápið í Íslandi í januar í fjør, tá 20 ára gamla Birna Brjánsdóttir varð fyribeind, er tikið upp til dóms í íslendska landsrættinum. Dómur skal sigast í seinasta lagi um fýra vikur. Thomas Müller Olsen úr Grønlandi fekk 19 ára fongsulsrevsing fyri drápið og fyri at smugla 23 kilo av hashi við trolaranum, sum hann var við. Og ein mánað seinni tók íslendska politiið skuldsetingina móti honum aftur. Hann er ikki undir illguna fyri at eiga lut í drápsmálinum. Løgtingsgrannskoðararnir fara í dag at svara Landsstýrismálanevndini, sum sendi grannskoðarunum eina klagu um Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum. Bill Justinussen sigur, at Kristina Háfoss uttan heimild og móti galdandi reglum hevur goldið limum í Pedagogfelagnum løn, meðan arbeiðssteðgur var. Løgtingsmaðurin sigur, at landsstýriskvinnan hevur brotið stýriskipanarlógina, tí hon hevur brúkt pengar hjá landinum uttan heimild í fíggjarlógini ella í aðrari játtanarlóg. Sambært starvsskipanini hjá Landsstýrismálanevndini er klagan send til løgtingsgrannskoðarnar, tí kæran er um eina útreiðslu, sum lógarheimild ikki er fyri. Hoyr sendingina her Luttakarar, Johann Fagraklett, Djóni Ejdesgaard, Sasho Bjartsson, Heðin Zachariassen, Tummas Olsen og Kala Rajani Hansen Einasta lógarbroyting, sum kom úr Fiskimálaráðnum, áðrenn freistin fór at lata løgtinginum uppskot um lógir, sum skulu koma í gildi á nýggjárinum, var um at leingja galdandi fiskirættindi. Í lógini stendur eisini, at á hvørjum ári leggur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum uppskot fyri løgtingið um, at gildistíðin á rættindum skal leingjast eitt ár. Framsókn hevur tó lovað at tikið uppskotið aftur, um Høgni Hoydal sjálvur kemur við einum uppskoti um at leingja fiskidagaskipanina. Fundur var ímillum londini í farnu viku, men einki spurdist burturúr samráðingunum hesaferð, sigur Andras Kristiansen, deildarstjóri á Fiskivinnustovuni, sum stóð á odda fyri samráðingunum fyri Føroyar. Og eingin nýggjur fundur er avtalaður, sigur deildarstjórin. Samráðingar vóru í Keypmannahavn í farnu viku, men einki spurdist burturúr, sigur Andras Kristiansen, deildarstjóri á Fiskivinnustovuni, sum stóð á odda fyri samráðingunum. Sáttmálin er ikki uppsagdur, men íslendingar vilja hava broytingar í sáttmálanum. Hvat fyri broytingar íslendingar vilja hava, vil Andras Kristiansen ikki gera viðmerkingar til, tí talan er um eitt polittiskt mál. Íslendski fiskimálaráðharrin, Kristján ór Júlíusson, segði í farnu viku, at íslendingar lata ov nógva lodnu fyri at sleppa at fiska svartkjaft í føroyskum sjógvi. Tað hevði hann sett sær fyri at steðga, og tað vóru eisini boðini, sum íslendska samráðingarnevndin hevði fingið undan samráðingarfundinum við føroyingar í Keypmannahavn. Tað heldur íslendska fiskimálaráðið er alt ov nógv at lata aftur fyri, at íslendsk skip sleppa at fiska svartkjaft í føroyskum sjógvi. Tað eru serstakliga menn yvir 40 ár, sum viga ov nógv, men eisini menn frá 18 24 ár viga ov nógv 41 av monnunum í hesum aldursbókinum. Hagtøl vísa, at áleið tíggju prosent av øllum ungum stríðast við angist. Hetta eru tó ikki tøl, sim síggjast aftur í føroysku skúlunum, sigur Kala Rajani Hansen. Ein grund kann vera, at børn, sum líða av angist, mangan eru rættiliga friðarlig. Tað hevur tó týdning at staðfesta angist, tí tað ávirkar í stóran mun bæði læring og trivnað hjá barninum, leggur Kala Rajani Hansen dent á. Tummas Olsen, sum tá var júst útbúgvin byggiverkfrøðingur, fekk uppgávuna at standa fyri arbeiðinum at prosjektera brúnna, sum er 220 metrar til longdar og 17 metrar høg. Eg var útlærdur í januar í 1971 og fekk í boði at arbeiða hjá Landsbyggifelagnum beint aftaná, og í tí sambandi spurdu teir, um eg var áhugaður í at koma at arbeiða við brúgvaprosjektinum. Tað va røgiliga spennani og áhugavert fyri meg, sigur Tummas Olsen. Amboðini vóru ikki so góð, bjálkarnir blivu allir stoyptir á staðnum, og teir vóru 54 í tali. At gera brúnna var so mikið trupult, at tað var eingin krani, sum kundi lyfta nakað serligt. Og hevði mann amboðini, so sluppu tey ikki framat, tí vegirnir gjøgnum bygdirnar vóru treingir, sigur Tummas Olsen. Í morgunsendingini greiddu Tummas Olsen, byggiverkfrøðingur, og Heðin Zachariassen, borgarstjóri í Sunda Kommunu, frá um brúnna um Streymin, og hvønn týdning hon hevur havt. Í dagsins tematýsdegi varpa vit ljós á fótbóltsfjepparamentan í Føroyum, nú fótbóltsárið er komið at enda. Í tí sambandi viðgerða vit eisini hvønn týdning fótbóltur hevur fyri familjulívið og børn. Tí í dag er tað vorðið alsamt meira vanligt, at foreldur eru sera virkin í ítróttar og frítíðarvirkseminum hjá børnum teirra. Men hvat er hetta fyri eitt rák, hví er tað soleiðis í dag, og hvørjar fyrimunir og vansar eru við hesum. Tað hava vit tosa við tvær mammur um. Margit Joensen er mamma at børnum, sum íðka millum annað við KÍ, og sum eisini er skrivari og ábyrgdarfólk fyri ungdómsfótbóltin hjá KÍ, og Hjørdis Hávarsá sum eisini hevur børn, ið millum annað spæla fótbólt við KÍ. Eisini tosa vit tið Óla Rubeksen, SSP ráðgevi, sum heldur at tað er týdningarmikið at børn hava frítíðarítriv og at foreldur eru virkin í frítíðarítrivum hjá børnum, men tað kann eisini gerast eitt sosialt trýst á foreldur, at tey skulu verða virkin. Men foreldur kunnu stuðla børnum sínum uttan at verða til nærum hvøjra venjing og hvønn dyst, vísur Óli Rubeksen á. Í dagsins tematýsdegi varpa vit ljós á fótbóltsfjepparamentan í Føroyum. Hví er tað so spennandi at fylgja einum fótbóltsliði, spyrja vit tveir fjepparar, Allan Samuelsen og Ronnie Thomasen, sum umboða ávikavist føroyameistaran og steypavinnaran í fótbólti hjá monnum. Vit spyrja eisini ÍF formannin Dan Petersen um týdningin fyri fuglfirðingar aftur at vera við millum tey bestu liðini í Føroyum. Føroyingar eru reiðiliga farnir at fylgja føroyska landsliðnum í fótbólti aftur. Vit fylgja við Sissal til hennara fyrsta landsdyst nakrantíð. Er fótbóltur mentan Tað heldur Jóhann Lútsen, blaðstjóri á Norðlýsi, sum vit tosa við seinna tímanum. Hann setir eisini orð á, hvønn týdning KÍ hevur fyri trivnaðin í Klaksvík. Vit spyrja eisini Suna Merkistein, ítróttarhøvund og frásøgumann, og Erling Fles, sálarfrøðing, um vit hava eina serliga fjepparamentan, og hví fólk savnast so manssterk um eina ítróttargrein sum fótbólt. Og at enda í dag vit foreldur, sum fylgja sínum børnum til fótbólt um alt landið. Vit spyrja, hví foreldur eru so nógv meira virkin í frítíðarítrivunum hjá børnunum í dag enn fyrr, og hvørjir fyrimunir og vansar eru við hesum Vælkomin til tematýsdag um fótbóltsfjepparamentan. Sendingin kann hoyrast her. Kommunan hevur mangan einki annað tilboð enn at biðja foreldrini um at senda á barnaheim, sigur Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri. Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum, sum var gestur í Degi og Viku, sigur, at gongdin í Føroyum er tann sama sum aðrastaðni í heiminum. Bárður Oskarsson kann skriva enn eina virðisløn á langa listan við viðurkenningum, viðmælum og virðislønum, sum hann hevur fingið fyri barnabøkur sínar. Fyri kortum varð hann heiðraður við barnabókavirðisløn útnorðurráðsins, og í kvøld vann hann barnabókavirðisløn norðurlandaráðsins hesaferð fyri bókina Træið. Bárður Oskarsson er einamest kendur fyri sínar einfaldu tekningar, sum hóast einfaldar, hava eina heimspekiliga dýpd, sum talar til børn. Heldur ikki tungmálmsbólkurin Hamferð, ið varð tilnevndur í tónlistavirðislønarbólkinum, fær aðra viðurkenning við heim enn tilnevningina. Heiðurslønin fór til norska tónaskaldið Niels Henrik Asheim. Jóanes Nielsen, Rakel Helmsdal, Hamferð og fyritøkan Green IQ vóru øll tilnevnd, men hóast tað var bert ein føroyskur vinnari millum tey, ið vunnu norðurlandaráðsins fínu virðisløn í kvøld. Talan er um villeiðing. Hetta er enn eitt dømi um samansvørjing og ætlanir, sum væl kend iransk mótstøðufólk standa á odda fyri, tí tey vilja oyðileggja góða og framfýsna sambandið millum Iran og ES í hesi avgerandi støðuni, eru boðini, sum tíðindadeildin á Danmars Radio hevur fingið frá iranska uttanríkisráðnum. Á tíðindafundi seinnapartin í gjár greiddi Finn Borch Andersen, leiðari á PET, sum er danska fregnartænastan, frá, at tey høvdu handtikið og varðhaldsfongslað ein mann, sum er norskur ríkisborgari, men av iranskum uppruna, fyri at leggja ætlanir um at taka leiðaran av iranska bólkinum ASMLA í Danmark av døgum. Danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, segði við Danmarks Radio í gjárkvøldið, at Danmark vil senda eitt tekin til iransku stjórnina um, at støðan undir ongum umstøðum kann góðkennast. Teir eru limir av ASMLA, einum bólki, sum stríðist fyri, at ávíst øki í Iran verður sjálvstøðug tjóð men hesin bólkurin verður av iransku stjórnini settur í samband við eitt yvirgangsálop, sum 22. september kostaði 25 fólkum lívi. Maðurin, TV2 hevur tosað við, býr í Ringsted, hann er talsmaður fyri bólkin og sigur seg ikki vera bilsnan av støðuni. Iranska stýrið er eitt yvirgangsstýrið, sum fremur yvirgang kring allan knøttin. Tí er tað ein lætti, at Danmark og umheimurin nú veit av hesum, sigur hann millum annað. Bæði forsætisráðharrin í Bretlandi, Theresa May, og amerikanski uttanríkisráðharrin, Mike Pompeo, hava alment boðað frá, at tey stuðla donsku stjórnini. Víkingur hevur havt tveir venjarar í ár, teir vóru Maurice Ross og Sigfríður Clementsen. Ross var venjari til og við tíggjunda leikumfar, síðani tók Clementsen yvir og var venjari restina av kappingarárinum og ja, frá næsta kappingaári at rokna eitur venjarin Sámal Erik Hentze. Iranska fregnartænastan, sum danski staturin í gjár legði undir at hava ætlanir um at drepa trý fólk í Danmark, er longu undir illgruna fyri ivasamt virksemi í fleiri øðrum londum. Fyri einum ári síðani, í november í fjør, varð ein iranskur aktivistur skotin og dripin í hollendska býnum Haag. Dripni iranin var leiðari í bólkinum ASMLA, og ASMLA legði Iran undir at standa fyri drápinum. Hollendsku myndugleikarnir burturvístu síðani tvey iransk sendifólk. Í januar í ár handtók iranska løgreglan ein umhvørvisaktivist úr Kanada. Tvær vikur seinni boðaðu iransku myndugleikarnir frá, at hann hevði gjørt av við seg. Kanadiumaðurin, sum hevði iranskar røtur, hevði konu og tveir synir. Hesi søgdu seg ivast í boðunum frá iransku myndugleikunum. Tað var eisini í ár, at ein iranskur sakførari varð dripin í Teheran. Sambært løgregluni har, funnu tey líkið av sakføraranum í einum loðandi bili, men vinfólk hjá sakførarinum hava síðani sagt seg sæð, at líkið var merkt av knívsstungu. Hesi vinfólki halda, at iranski staturin hevur dripið sakføraran. Í summar vóru fýra fólk, millum annað eitt iranskt sendifólk, handtikin fyri at fyrireika eitt yvirgangsálop. Talan var um eitt bumbuálop, iranski andstøðubólkurin MEK var málið fyri hesi atsóknini. Og so kunnu vit spola tíðina aftur til 2011, tá tveir iranar í New York vórðu skuldsettir fyri at fyrireika eina drápsroynd á saudiska sendifólki í USA annar av iranunum viðgekk síðani hesar ætlanir. Av millum annað nevndu orsøkum eru eygleiðarar spentir upp á, hvørji politisk stig verða tikin, og hvørji møgulig tiltøk verða sett í verk mótvegis Iran, eftir at tað í gjár kom fram, at Danmark leggur Iran undir at fyrireika drápsroyndir, sum skuldu taka lívið at trimum fólkum í Danmark. Bæði forsætisráðharrin í Bretlandi, Theresa May, og amerikanski uttanríkisráðharrin, Mike Pompeo, hava alment boðað frá, at tey stuðla donsku stjórnini. Nú ávarað verður um, at ein møgulig rentuhækking kann raka summar føroyingar meint, var Kári Petersen, búskaparfrøðingur, gestur í morgunsendingini og umrøddi bankalán og rentur. Hann greiðir millum annað frá muninum á realkredittláni og vanligum bankaláni, og muninum á fastari og skiftandi rentu, eins og komið verður inn á fyrimunir og vansar við ymsu tilboðunum. Úrslitið er, at Fuglafjørður brúkar væl meira til sløkkiliðið enn hinar kommunurnar, stendur í gerðarbókini frá býráðsfundium í síðstu viku. Fíggjarnevndin mælti tó til at lata eykajáttanina, tí pengarnir hjá sløkkiliðinum voru uppi, tá farið varð inn í fjórða ársfjórðing, og tað er lógarkrav, at kommuna hevur neyðuga tilbúgving alt samdøgrið alt árið. Reuters skrivar, at høgrastjórnin í Eysturríki óttast fyri, at ST sáttmálin fer at káma markið millum lógliga og ólógliga migratión. Stjórnin í Ungarn, sum undir leiðslu av Viktor Orban, eisini hevur strangan tilflytara og flóttafólkapolitikk, fer heldur ikki at skriva undir ST sáttmálan, tá hátíðarhald verður í Marokko í desember. Og Pólland umhugsar at gera tað sama, skrivar Reuters. Vit hava gjørt av, at vit fara ikki at vera partur av sáttmálanum, sigur eysturríkski kanslarin, Sebastian Kurz við ORF útvarpsrásina. Konservativi flokkurin hjá Kurz stjórnar Eysturríki saman við Frælsisflokkinum, sum verður roknaður fyri at vera ein flokkur ytst til høgru. Stjórnin í Eysturríki fer tí heldur ikki at taka lut í atkvøðugreiðsluni næsta ár í ST um migratiónssáttmálan, skrivar Reuters. Semingsstovnurin heldur seg nú hava fingið nóg mikið av tilfari til at fara undir veruliga seming millum Ljósmøðrafelagið og Fíggjarmálaráðið fyrrapartin í morgin klokkan tíggju. Semingsstovnurin hevur eisini sáttmálatrætuna millum Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum og Skipara og Navigatørfelagið um Strandfaraskip landsins og fiskirannsóknarskipið Magnus Heinason. Politiska støðan er framvegis ógreið, og eingin vil enn siga nakað um, um Framsókn fer at taka uppskotið um at útseta kvotuskipanina í eitt ár, aftur. Tað hevur Aksel V. Johannesen, løgmaður, annars heitt á flokkin um at gera. Ruth Vang sum saman við Honnu Jensen legði uppskotið fram, vil ikki gera viðmerkingar til støðuna, og sigur at støðan er tann sama, sum hon hevur verið. Heldur ikki Poul Michelsen, formaður í Framsókn, vil gera nakrar viðmerkingar til støðuna. Hann sigur kortini so mikið, at formenninir í samgonguflokkunum hava ikki tosað saman, men at tað helst verður gjørt ein av fyrstu døgunum. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vil heldur ikki gera almennar viðmerkingar til støðuna. Hann sigur, at arbeitt verður saman við vinnuni fyri at gera eina umsitingarætlan fyri fiskiskapin við Føroyar. Og ein partur av tí arbeiðinum er spurningurin um kvotur ella fiskidagar. Meir vil hann ikki siga í løtuni. Umboðsmaðurin gevur Klaksvíkar kommunu eina álsvarsama átalu fyri, at tað tók henni næstan 5 mánaðir at svara eini innlitsumbøn, og fyri at kommunan í hesum tíðarskeiði hvørki svaraði áminningini frá umsøkjaranum ella kunnaði um, nær svar kundi væntast. Umboðsmaðurin heldur tað eisini vera átaluvert, at Klaksvikar kommuna ikki gav Umboðsmanninum frágreiðing um málið, fyrr enn kommunan hevði fingið tríggjar áminningar. Hesi fólkini hava sálarligar og sosialar avbjóðingar, og á virknis og tilhaldsstaðnum, sum eitur Gloym meg ei, kunnu tey hittast og takast við ymisk ítriv. Endamálið er at hjálpa og stuðla hesum fólkunum, soleiðis at tey kunnu koma út í lívið aftur og fáa ein gerandisdag sum tú og eg, sigur Snorri Brend sum er eitt av starvsfólkunum. UNR ráðstevna hevur verið í Oslo um vikuskiftið, og tá varð Barbara Gaardlykke Apol frá ungmannafelagnum Sosialistiskum ung vald nýggjur forseti. Tað er hon í eitt ár. Tað var ein fegin Barbara, sum prátaði við Rolant Waag Dam í tíðindunum á middegi. Barbara greiddi frá, at nýggja føroyska forsetatoymið eisini hevur við sær, at Føroyar fáa eina rødd í formansskapinum í Norðurlandaráðnum. Forsetin í UNR hevur ein fastan sess í formansskapinum, og sostatt hevur formaðurin beinleiðis ávirkan á formansskapin, greiddi Barbara Gaardlykke Apol. Fólk í bygdini, sum summi kalla Skálabotnur, og onnur kalla Skálafjørður, vilja hava bygdarnavnið broytt til Skálafjørður, og hava sent áheitan til Runavíkar býráð um at bygdarnavnið verður broytt aftur frá Skálabotnur til Skálafjørður. Og sannlíkindi eru fyri, at tað verður ein fólkaatkvøða um navnið, tí bæði Byggi og býarskipanarnevndin og Mentanarnevndin í Runavíkar Býráð mæla til at skipa fyri fólkaatkvøðu millum íbúgvarnir í Skálafirði Skálabotni um bygdarnavnið. Eisini verður mælt til, at málið verður tikið upp við Staðarnavnanevndina. Fólk í bygdini, sum summi kalla Skálbotnur og onnur kalla Skálafjøður, vilja hava bygdarnavnið broytt til Skálafjørð, og hava sent áheitan til Runavíkar Býráð um at bygdarnanvið verður broytt aftur frá Skálabotnumr til Skálafjørður. Og sannlíkindi eru fyri, at tað verður ein fólkaatkvøða um navnið, tí bæði Byggi og býarskipanarnevndin og Mentanarnevndin í Runavíkar Býráð mæla til at skipa fyri fólkaatkvøðu millum íbúgvarnir í Skálafirði Skálabotni um bygdarnavnið og at málið verður tikið upp við Staðarnavnanevndina. Harald Nesvik er á ráðstevnuni Our Ocean í Bali, og har var hansara boðskapur, at smáu oyggjasamfeløgini við stórum sjóøki eru sera viðkvom fyri skipaðum fiskivinnukriminaliteti. Havið er týðandi kelda til mat, arbeiðspláss og vælferð í Noregi, og tí er stríðið móti brotsverkum í fiskivinnuni so umráðandi fyri Noreg, segði Harald T. Nesvik sambært heimasíðuni hjá norska fiskimálaráðnum. Hann bjóðaði á ráðstevnuni ráðharrunum í Kyrrahavinum at samstarva um átakið. Sambært norska Fiskimálaráðnum er fimti hvør fiskur fiskaður ólógliga. Fiskað verður ólógliga fyri yvir 150 milliardir krónur um árið. Harald T. Nesvik, fiskimálaráðharri sigur, at nú vil Noreg hava ST og lond í øllum heiminum við í stríðið móti skipaðum ólógligum fiskiskapi. Bústaðir og Byggivirkið KBH hava undirskrivað eina partalagsavtalu um at byggja tær 18 íbúðirnar á Kneysum, beint omanfyri havnarlagið á Toftum. Skipanin við lutaíbúðum er rættuliga óroynd í einum føroyskum høpi, og Bústaðir sigur, at nágreinilig lýsing av lutaíbúðunum kemur seinni. USA vil hava stríðandi partarnar í Yemen at gevast við bardøgunum í trý ára drúgva borgarakrígnum, sum hevur elvt til ringastu humaniteru vanlukkuna í heiminum. James Mattis, verjumálaráðharri sigur sambært BBC, at allir partar mugu taka lut í friðartingingunum hjá ST, sum skulu verða innan 30 dagar eru lidnir. Mike Pompeo, uttanríkisráðharri heitir samstundis á Saudiarabia um, at teirra samgonga av londum gevst við loftálopunum í bygdum øki. Trýstið á USA at gevast við sínum stuðli til samgonguna, sum er undir leiðslu av Saudiarabia, er økt nógv í seinastuni. Mannarættindaserfrøðingar hjá ST siga, at herdeildir hjá samgonguni kunnu hava framt krígsbrotsverk í Yemen, og hjálparfelagsskapir siga, at stongsilin av landinum hevur trýst 14 millónir fólk út á hungursmarkið. Tað annars so góða sambandið millum USA og Saudiarabia er spent, eftir at saudiskir agentar drupu ein saudiskan journalist, sum annars búði í USA, tá hann var inni á saudiska konsulátinum í Islamabad í Turkalandi. Bóndin, Regin Borðoy, játtaði seg sekan, og tí var ætlanin, at málið skuldi avgreiðast sum eitt játtanarmál. Tað vil siga, at rætturin bert skuldi áseta revsingina. Tá málið var fyri í rættinum, varð bóndin avhoyrdur, men eftir avhoyringina, segði dómarin, at hann ikki kundi døma í málinum sum játtanarmál, tí hann játtaði seg ikki sekan. Tí fekk ákæruvaldið boð um at viðgera málið av nýggjum og síðani koma aftur í rættin. Málið er ikki tikið aftur, men er framvegis í rættinum. Bóndin er ákærdur fyri at bróta kunngerðina um taðing frá 2012. Sambært kunngerðini er bara loyvt at taða frá 15. mars til 15. oktober. Bóndin, Regin Borðoy, sigur, at hann koyrdi tøð á bøin 27. februar. Tað gjørdi hann, tí allir tríggir køstar hjá sær vóru fullir tá, hóast hann tømdi teir 15. oktober í fjør. Fyri at sleppa undan ov nógvum tøðum, hevur hann eisini leigað tíggju prosent av mjólkarkvotununum til annan bónda, so neytini eru færri í fjósinum. Tað var ein stórhending í føroyskari mentanarsøgu, tá ið Bárður Oskarsson í gjár fekk barna og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. Og vit seta allan tann seinna tíman av til Bárð Oskarsson, tá ið fólk koma á gátt at tosa um hansara barnabøkur, og vit fáa eisini orð á Bárð sjálvan. Í fyrra tímanum leggja vit fyri við at tosa um bretska stórbólkin Queen, tí í morgin verður nýggi heimildarfilmurin Bohemian Rapsody frumsýndur í Føroyum. B36 hevur í dag kunngjørt fyrsta profilin til komandi kappingarár. Á heimasíðu felagsins boðar B36 frá, at tvey ára sáttmáli er gjørdur við álopsleikaran, Brian Jacobsen, sum í ár var toppskjútti hjá Skála. Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Poul Michelsen, sigur frá sínum ætlanum, ið hann hevði við samtakinum. Hann ætlaði at skilja tað sundur við lóg, men tað bar ikki til. Nú vil hann heldur herða eftirlitið. Vit hyggja eisini politisku støðuni saman við Jóannesi Eidesgaard, Georg L. Petersen og Heðin Zachariassen. Tað hevur veri rok í samgonguni seinastu dagarnar, serliga síðan Framsókn legði fram uppskot um at útseta skiftið frá fiskidøgum til kvotur, hóast landsstýrismaðurin arbeiðir við uppskoti um júst tað í løtuni. Runavíkar kommuna væntar at fáa 160 milliónir krónur í persónsskatti næsta ár, 24 milliónir krónur í felagsskatti og 32,5 milliónir í eftirlønarskatti. Tað tað sæst tó ikki í lógartekstinum ella í viðmerkingunum um hann, at lógin eisini er galdandi fyri útlendingar, sum bjóða seg fram í Føroyum. Hesin spurningur eigur at viðgerast og svarast soleiðis, at føroyskar fíggjarfyritøkur ikki verða fyri vanbýti á føroyska marknaðinum. Rættari mannagongd er, at landið í sáttmálanum við privatu fyritøkuna ásetir tær treytir, sum fyritøkan skal halda, sigur Arbeiðsgevarafelagið. Og tað er sera umráðandi, sigur Arbeiðsgevarafelagið, at føroyski talgildi samleikin ikki gerst ein forðing fyri at kunna bjóða eina talgilda tænastu út í Føroyum. Bæði Arbeiðsgevarafelagið og KT felagið taka undir við yvirskipaðu ætlanunum um at betra og menna talgilt undirstøðukervi yvirhøvur. Føroya Handverksmeistarafelag trýr ikki Landsverki, tá stovnurin førir fram, at tunnilstoymið hjá Landsverki kann bora tunnilin til Dals fyri ein triðing av prísinum sum privatu feløgini kunnu gera arbeiðið fyri. Stjórin í Landsverki hevur sagt, at tunnilstoymið kann bora tunnilin til Dals fyri 26.000 krónur fyri meturin, sammett við millum 70 og 80.000 krónur fyri meturin, sum Viðareiðistunnilin kostaði at bora. Tað, sum Landsverk sigur nú, er ikki í tráð við tað, sum vinnan fekk at vita, tá ætlanin var at stovna tunnilstoymið til smáu tunlarnar, og tí trýr vinnan ikki Landsverki, sigur Marita Rasmusen, stjóri í Vinnuhúsinum Tað staðfesta Suni Merkistein, ítróttarhøvundur og frásøgumaður, og Erling Fles, sálarfrøðingur, sum sjálvur hevur spælt fótbólt við KÍ. Teir viðgera í hesum innslagnum, sum var í tematýsdegi í Nón um fjepparamentan, hvat eyðkennir eina føroyska fjepparamentan. Suni Merkistein viðger eisini føroyskar fjepparar søguliga, og Erling Fles setir orð á, hvat hendir við fólkum, sum fylkjast um sítt fótbóltslið. Úr Klaksvík hoyra vit eisini Jóhann Lútsen, blaðstjóra á Norðlýsinum, seta orð á, hvønn týdning KÍ hevur fyri trivnaðin og lívið í Klaksvík. Tað gekk hart á. Hvørt ár var orðaskifti um útvarpsloyvi, og politikararnir leikaðu í hvørja einastu eftir. Jógvan Arge minnist í hesari samrøðuni aftur á tíðina á Bryggjubakka. Í bókini Mín krýnika 4, sum ber heiti Yvir til Bryggjubakka , viðger hann fyrstu árini, hann starvaðist sum journlistur í Útvarpi Føroya. Útvarpið var í andgletti, og hermandi undirhaldið í V4 var stór hóttan móti samfelagsmoralinum, søgdu atfinnararnir. 1970 árini vóru yvirhøvur hendingarík, og millum annað samráðingarnar við EEC fyltu nógv. Hoyr samrøðuna her. Tá vit ivast í, hvussu vit skulu orða okkum, kunnu tummilsreglur vera hentar at hava. Í Málteiginum hesaferð verða tummilsreglur til orðini væl og gott , ringt og illa og betur og betri umrøddar. Hevur tú hug at siga, at tað smakkar gott, spyr teg sjálvan, um tú hevði sagt, at tað smakkar ringt. Ella hevði tú sagt Tú dugir ringt Neyvan, og tí eitur tað tú dugir væl heldur enn tú dugir gott. Orðini, gott og betri hoyra saman, og væl og betur hoyra saman. Veðrið er gott, men tað kann verða betri. Tú dugir sera væl, men tú kundi dugað betur. Samd við og í Ein spurningur, sum fleiri hava vent sær til morgunsendingina við, er, hvat fall er rættast at brúka, tá fólk siga seg vera samd. Eru tey tá samd við ein ella einum Eru tey samd við teg ella tær Fyri tveimum vikum síðani, tað var tann 17. oktober, bleiv tað lógligt at keypa kanabis kring alt landið. Men nú eru boðini úr fleiri búðum, at tey ikki megna at nøkta tørvin tey hava rætt og slætt einki at selja fólki. Fleiri miðlar skriva, at trupulleikin ikki er, at tey ikki megna at framleiða nóg mikið av kannabis, tí tað ber væl til. Fløskuhálsurin er neyðugu loyvini, sum framleiðararnir skulu hava. Hetta hevur havt við sær, at fleiri, sum ætlaðu at keypa kannabis lógliga, hava gjørt greitt, at tey nú fara at keypa kannabis ólógliga, tí á svarta marknaðinum er tað til at fáa fatur á. Í 2001 loyvdu tey í Kanada medisinskari nýtslu av kannabis, men frá 17. oktober var tað loyvt øllum myndugum at keypa kannabis. Millum annað fyri at fáa skipaði viðurskifti kring kanabis og minka um brotsverk í hesum sambandi. Umborð á øllum flogførum eru tveir svartir kassar, annar skrásetir eitt nú kós og ferð, hin skrásetur alt ljóð í sjálvum stýrirúminum. Tí eru svørtu kassarnir avgerandi í arbeiðinum at fáa greiði á, hví flogfarið hjá flogfelagnum Lion Air datt niður bara 13 minuttir eftir fráferð. Einki er at frætta um, hvønn av kassunum talan er um. Sambært indonesisku myndugleikunum eru partar av vrakinum at finna á 35 metra dýpi. Tvørandi trygd við indonesisku loftferðsluni hevur áður havt við sær, at tað ikki varð loyvt indonesiskum flogførum at flúgva inn í evropeiskt ella amerikanskt loftrúm, men tað bannið er sett úr gildi aftur. Nú hevur forsetin í Indonesia kravt, at ferðslumyndugleikarnir har kanna orsøkin til, at flogfarið datt niður. Ráðharrin fyri ferðslu hevur longu sagt tekniska leiðaran og fleiri starvsfólk á teknisku deild í Lion Air úr starvi. Kynslig brotsverk eru vorðin gerandiskostur í Norðurkorea. Tað vísir nýggj frágreiðing, sum mannrættindafelagsskapurin Human Rights Watch hevur gjørt. Sambært frágreiðingini fremja embætismenn í Norðurkorea kynslig brotsverk hvønn dag hesir krevja kynslig samveru sum mutur. Sama er galdandi fyri løgreglufólk og fangavørar, stendur at lesa í frágreiðingini. Í frágreiðingini verður eisini ávarað um, at brot á mannarættindini í Norðurkorea verða gloymd í stríðnum um at bøta um viðurskiftini millum altjóða samfelagið og Norðurkorea. Amerikanska deildin hjá Human Watch Rights hevur havt samrøður við meiri enn 60 norðurkoreanar, sum eru rýmdir úr landinum. Sambært teimum eru kynsligur harðskapur og óynskt kynslig samvera so vanligt, sum tað verður sagt, at tað bara er partur av gerandisdegnum. BBC skrivar, at starvsfólkini krevja fleiri broytingar, millum annað hvussu fyritøkan handferð kynsligan ágang á arbeiðsplássinum, og at slík mál ikki skulu leggjast fyri gerðarrætt. Hann var útbúgvin serlækni í kliniskari biokemi í 1999, hevur OLAU I III leiðsluútbúgving frá Lægeforeningen í Danmark og diplomútbúgving í leiðslu. Thomas Schiøler hevur drúgvar royndir í læknayrkinum, bæði sum kommunulækni og sum yvirlækni og leiðandi yvirlækni á donskum sjúkrahúsum. Harafturat hevur Thomas Schiøler drúgvar royndir sum seniorgranskari á DSI, Dansk Sundheds Institut, sum skrivstovustjórií danska heilsustýrinum og sum yvirlækni í danska heilsustýrinum Tað hendir nógv í Eivør leguni. Umfatandi konsertferð í USA og Evropa er júst av, og 9. november kemur tónleikurin, sum Eivør og John Lunn hava gjørt til Netflix røðina, The Last Kingdom á marknaðin. Eivør greiðir í innslagnum millum annað frá muninum á at gera sangir og tónleik til film og frá drúgvu konsertferðini, sum júst er av. Eg sá á eygunum á eldru beiggjunum, at støðan var álvarslig. Men tað er ikki fyrr enn nú, har eg eri blivin eldri, at eg eri farin at hugsa um, hvussu galið tað kundi gingið. Nú tað er minningardagur teirra sjólætnu, hyggur hann aftur á fleiri upplivingar á sjónum, sum hava verið alt annað enn vandaleysar. Men serliga hendingin í 1970 stendur føst í minninum. Av útróðri eystur úr Skálhøvda við seksáringinum Havørnini, var brim í Skálavík, tá ið vit komu aftur. Ringast var, at eitt ella annað var komið fyri skrúvuna, so at hon bognaði og fór at banka í stevnið. Tað var sera óslætt í sjónum, vit royndu at sigla norður um rivið á Hvalnesi, men tað gekk seint, pumpurnar gingu fyri, og vit máttu oysa við pøs. Eftir drúgva tíð komu vit umsíður norður um rivið, tá brotnaði skrúvan, men tá var slættari, og vit fingu siglt við seglum til Skopunar. Hevði skrúvan brotnað nakrar minuttir fyrr, so komu við ikki aftur í aftur, tí vit fingu ikki givið boð frá okkum, og tað var heldur ikki veður at koma okkum til hjálpar. Vit høvdu tá onga motorkraft havt og høvdu tí rikið inn í brimið, fortelur John Myllhamar. Í morgunsendingini greiddi John Myllhamar eisini frá tveimum øðrum vandaferðum á sjónum ein túrur við Norrønu úr Bergen til Føroya, og tá teir vóru á veg inn á Reykjavík við Peturi á Gørðunum, tá teir sigldu á eina grynnu og sluppu ikki av aftur. Árni Frederiksberg, sum í fleiri ár hevur verið millum stóru profilarnar hjá NSÍ, fer komandi ár at royna seg í øðrum felagið enn NSÍ. Tað boðar B36 frá í dag. B36 boðar frá, at sáttmáli er gjørdur millum B36 og Árna Frederiksberg fyri komandi kappingarár. Árni Frederiksberg spældi í ár 26 dystir fyri NSÍ í Betri deildini, har hann kom 11 ferðir máltalvuna og 14 ferðir legði upp til mál. Sambært in.fo hevur føroyski málverjin verið settur í samband við onnur feløg, ikki minst tí, at FH ikki megnaði at spæla seg til evropeiskan fótbólt næsta ár, men í gjár gjørdu Gunnar Nielsen og íslendska felagið altso sáttmála fyri tey bæði næstu árini. Tá kunngerðin um umsóknarumfar er liðug, verða økir í landinum boðin út til aling, sigur Bárður Enni, stjóri á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Tær 10 15 umsóknirnar sum stovnurin hevur fingið, fevna víða, alt frá aling av kræklingi, tara, laksi og sílum. Og talan er bæði um aling á landi og sjógvi. Pól Edvard Egholm, deildarstjóri á vinnudeildini í Vinnumálaráðnum, sigur, at uppskot til kunngerðir er gjørt, og uppskotini eru send Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, sum hevur gjørt viðmerkingar til kunngerðirnar. Fólk sum hava søkt um aliloyvi, rykkja javnan Heilsufrøðiligu Starvsstovuna eftir svari, men Starvsstovan kann einki gera, fyrr enn kunngerðirnar eru lýstar, sigur stjórin. Tá alilógin varð broytt í vár, varð sett í lógina, at um loyvi, sum verður givið til at ala onnur djóra og plantusløg, sum liva í vatni ella sjógvi, enn laks og síl, ikki hevur verið brúkt í tvey fylgjandi ár, fellur tað aftur til landið. Landsstýrismaðurin kann tó í serligum førum veita undantak frá tvey ára freistini, segði Vinnunevndin. Hoyr sendingina her Luttakarar, Eivør Pálsdóttir, Armgarð Arge, John Myllhamar, Jens L. Thomsen, Rólant Lenvig av Reyni, Tróndur Vatnhamar og Elin Henriksen Fíggjarligt støðufesti fekk bert lutvíst viðhald í einum av seks viðurskiftum móti leiðsluni í danska EIK banka, tá dómur fall í síðstu viku. Og tað, sum skuldi vera eitt endurgjald uppá fjórðingsmilliard, tódnaði við dóninum niður í 28 milliónir. Verða málini roynd í rættinum, skilja vit betur hvat er hent og kunnu gera okkum tanker um, hvat vit vilja góðtaka. Og lógin er herd síðani 2010. Eitt nú ber til at meta eina banka leiðslu verða óegnaða ella ikki fit and proper til at reka fíggjarligt virksemi, sigur Lars Krull. Hann hevur fylgt málinum um danska EIK banka, og hann heldur, at Eik leiðslan hevði verið dømd, um núverandi reglur fyri fíggjarligt virksemi vóru galdandi, tá danski Eik banki varð stýrdur um koll í 2010. Henrik Bjerre Nielsen, stjóri í Fíggjarligum Støðufesti sigur, at tey umhugsa, um tey skulu royna at kæra dómin til Hægstarætt, og harumframt viðgera tey, um hesin dómurin fær avleiðingar fyri rættarmálið móti føroyska Eik Banka og øðrum málum um ábyrgd, sum tey hava ætlanir um. Eg eri fyri tað fyrsta nokk so bilsin og øgiliga stoltur eisini. Soleiðis sigur Bárður Oskarsson, sum týsdagin fekk barna og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandsráðsins týsdagin. Hetta broytir ikki tað heilt stóra, og eg eri í gongd við ta næstu bókina. Kanska eg fari at selja eitt sindur meira, og upphæddin ger, at eg fái økonomiskan frið í nøkur ár. Bókin Træið, sum hann fekk bókmentavirðislønina fyri, er nevnd bæði filosofisk, stuttlig og tankavekjandi. Sjálvur hevur Bárður ikki so nógv at leggja afturat. Fyri meg var tað mest ein stuttlig bók at gera, og eg konsentreri meg um ikki at koma við nøkrum svarum, so at fólk netupp kunnu finna nøkur svar sjálv, sigur Bárður. Tá fólk skíra bókina filosofiska, má tað vera, tí tey sjálv eru filosofisk, heldur hann, tí hann hevur einki nevnt um filosofi í sínum bókum. Mentanarmikudagurin í Nón viðgjørdi bókmentavirðislønina, sum Bárður Oskarsson hevur fingið. Umframt Bárð, luttók Niels Jákup Thomsen, stjóri í Bókadeild Føroya Lærarafelags, sum hevur givið bøkurnar hiá Bárði út. Vit tosaðu eisini við Tótu Árnadóttir og Paulu Gaard, sum sita í føroysku tilnevningarnevndini, og Urd Johannesen, samskipari í Farlit, tosaði um týdningin fyri føroyskar bókmentir. Tey eru øll samd um, at Bárður er øðrvísi og hugtekur fólk um allan heim. Tema innslagið um Bárð kann hoyrast her. Her verður tað besta innan norðurlendska mentan og umhvørvi heiðrað í sendingini, sum er úr Norska opera og balletthúsinum í Bjørvika. Í Finnlandi verður ov nógv tannviðgjørt. Røntgenmyndir verða alt ov nógv brúktar, so fleiri pengar fáast inn til privata tannlæknafelagið í Finnlandi sambært Spotlights keldum. Tað er ósatt, siga stjórarnir hjá felagnum. Luttøka í vakurleikakappingini Miss Danmark krevur ávísa útsjónd. Simone úr Aarhus er avgjørt favorittur til heitið sum Miss Danmark, men tað vísir seg skjótt, at tað ikki verður so lætt, sum hon kanska hevði væntað. Miss Danmark er landsins elsta vakurleikakapping. Her fylgja vit 6 gentum, sum stillaðu upp í 2017. Cecilie úr Randers ætlar at brúka kappingina til at gera upp við fortíðina, Anna úr Greve hevur prinsessudreymar, og Shania hevur fingið kappingina inn við móðurmjólkini. Hennara familja er úr Venezuela, har vakurleikakappingar hava annan týdning enn í Danmark. Hava genturnar tað, sum skal til fyri at gerast tann næsta Miss Danmark Vælgerðararbeiði er ein týðandi partur av Miss Danmark. Genturnar skulu velja eitt projekt, sum tær brenna fyri og promovera tað við luttøku í kappingini. Onkur hevur lýst tónaheimin um ljóðbandið til ein dreymasekvens í einum Sophia Coppola filmi, meðan tónleikurin samstundis hevur eina myrkari síðu, ið er litað av London, har meginparturin av Nevember varð skrivaður. Morgunsendingin vitjar Innan Glyvur har Støkumørk studio hjá Jens L. Thomsen er. Tað er hann, ið hevur framleitt plátuna, og tað er eisini hansara plátufelag, Kervið, sum gevur Nevember út. Shania hevur verið í feriu í ein mánað og stúrir fyri, at hon er komin afturum í Miss Danmark kappingini í mun til hinar genturnar. Hjá Cecilie er tann stóri dagurin komin, tá hon endiliga kann siga øllum, at hon er við í Miss Danmark. Komið er fram til ta stóru finaluna, har Miss Danmark 2017 skal veljast. Men hvat kunnu tær 6 genturnar so taka við sær víðari í lívinum Í sambandi við Miss Danmark er hvørt ár ein sokallaður charity dinner , har tey kanna sosialu eginleikarnar hjá gentunum. Tær skulu eisini hugna sær, men duga tær at føra seg fram á tí reyða leyparanum Hvussu er við royking og rúsdrekka Nú er ein vika eftir til ta stóru finaluna, og tær 6 genturnar fara undir seinastu fyrireikingarnar. Bjørn Kalsø, tingmaður fyri Sambandsflokkin, spyr nú løgmann, hvussu langt fyrireikingarnar eru komnar við at byggja nýtt skip til Strandferðsluna. Í viðmerkingum til grein 52 fyrispurningin, sigur Bjørn Kalsø, at í skundi og við lítlari og ongari viðgerð í Løgtinginum, varð samtykt at fara undir at byggja skjóttgangandi tríkilju, ið skal virka sum avloysaraskip hjá Strandfaraskipum Landsins, fyri gomlu ferjurnar, sum eru í flotanum. Nú løgmaður umsitur samferðslumál eftir at Henrik Old fór frá sum landsstýrismaður, spyr Bjørn Kalsø, um tað ikki hevði verið betra loysnin at slept ætlanini at byggja nýggja glastrevjabátin, og heldur at farið aftur til ætlanina at byggja nýggjar og hóskandi ferjur til tær farleiðir, ið eftir eru. Í kvøld fer hann til Cape Town í Suðurafrika sammen við 11 ára gamla Elias Sandvik frá Lyngen og Bømlo at leita eftir afrikanska pápanum Philip. Fíggjarmálaráðið hóttir nú býráðslimirnar í Vági við tvingsilsbót. Tað sæst í brævið til Vágs býráð, sum Kringvarpið hevur fingið innlit í. Í brævinum til býráðslimirnar í Vági, sum Fíggjarmálaráðið sendi í gjár, sigur Fíggjarmálaráðið, at við ikki at taka sjálvsognarstovnarnar Páls Høll og Vágs Ítróttarráð í roknskapin hevur kommunustýrið sostatt hildið seg óvirkið mótvegis lógarásettari skyldu. Fíggjarmálaráðið vísur eisini á, at tá kommunustýrið heldur seg óvirkið móti lógarásettum skyldum, kann landsstýrismaðurin áleggja teimum kommunustýrislimum, sum bera ábyrgd av hesum, tvingsilsbøtur. Sagt verður í hesum sambandi frá, at um kommunustýrið framhaldandi heldur seg óvirkið mótvegis lógarásettum skyldum, fer Fíggjarmálaráðið at heita á Heilsu og Innlendismálaráðið at áleggja teimum kommunustýrislimum, sum bera ábyrgd av hesum, tvingsilsbøtur. Hetta vil í tí førinum siga, teimum kommunustýrislimum, ið møguliga eru við til at samtykkja eina komandi fíggjarætlan og ella roknskap, har útgreinaður rakstur og ávirkan frá fíggjarstøðupostum hjá Vágs Ítróttarráð ikki eru tikin við. Í brævinum sæst eisini, at tað er ikki nóg mikið, at ein býráðslimur ikki greiðir atkvøðu, tað vil siga, at ein býráðslimur skal atkvøða ímóti. Vágs býráð ætlar sær at keypa Páls Høll, og tí sigur Fíggjarmálaráðið, at tað málið er við at koma í rættlag, og tí ger Fíggjarmálaráðið ikki fleiri viðmerkingar til tað málið í løtuni. Tveir nýggir leikir eru fyrst á skrá í Nón í dag, leikurin Hedda Gabler og leikurin Hamlet. Vit tosa við Búa Dam, leikstjóra og Katrin Joensen Næs, leikara, um leikirnar. Angela Merkel, forkvinna í týska flokkinum CDU, boðaði mánadagin frá, at hon stillar ikki upp aftur til valið sum floksformaður á landsfundinum í desember. Vit skatta dýpið, nú samveldiskanslarin, sum eisini hevur verið tann fremsti leiðarin í Evropa, riggar av sum politikari. Brandur Mortensen Nolsøe, samfelagsfrøðingur, kemur at greina støðuna, og týsktfødda Birgit Remmel gevur Angelu Merkel sítt eftirmæli. Í seinna tímanum byrja vit nýggjan tátt. Hósdagar fara vit frameftir at vitja virki ella feløg, sum arbeiða við mennandi átøkum. Vit byrja við felagnum Næla, sum hevur ætlanir um at framleiða grønmeti innandura. Vit tosa eisini við Jón Kragesteen, sum eisini hevur royndir við at dyrka grønmeti innandura, og Martin Mohr Olsen, sum undirvísir í millum annað burðardygd á Fróðskaparsetrinum. Semingsstovnurin fór á fund við partarnar klokkan 10 fyrrapartin, men nú eru ljósmøðurnar og lønardeildin farin at hyggja nærri at onkrum smálutum, og avtalað er, at semingsstovnurin hittir partarnar aftur seinnapartin í morgin. Fyrrapartin í morgin fer Semingsstovnurin undir semingsroynd millum Skipara og Navigatørfelagið og lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum. Í hesum portrettinum fara vit at hyggja nærri at gerandisdegnum hjá okkara fremsta hondbóltsspælara, Jóhan Á Plógv Hansen. Hvussu ein kemur fyri seg eftir álvarsligan skaða og hvat skal til fyri at klára seg í heimselituni Jóhan spælir í løtuni hondbólt í Bjerringbro Silkeborg, sum er eitt av bestu liðunum í donskum hondbólti. Lagt til rættis Tróndur Vatnhamar og Eyðum Müller. Tað eru tyrlutænastan hjá Atlantsflogi og Ítróttarháskúlin í Suðuroynni á einum máli um, nú tey týsdagin samstarvaðu um afturvendandi heysi venjingina í Vági. At ein partur av havnarøkinum verður hegnaður av, fer at geva øðrum fyritøkum trupulleikar, og tí eigur kommunan at finna eina aðra loysn, sigur Elsubeth Poulsen, virkisleiðari á landingarmiðstøðini og frystigoymsluni í Klaksvík. Bakkafrost skal brúka havnarøkið til landstøð. Orsøkin til, at økið skal stikast av, er, at tað fer at minka um vandan fyri smittu í alibrúkinum. Sambært grein 54 í tingskipanini, skulu uppskot til løgtingslógir, sum skulu koma í gildi 1.januar, leggjast fram innan 5.november. Á tingfundinum í dag fæst møguliga eisini at vita, um Framsókn tekur sítt uppskot aftur um at útseta kvotaskipanina til 1.januar 2020. Tekur Framsókn uppskotið aftur, kann tað kortini verða lagt fram aftur, tí sambært tingskipanini, so kunnu onnur tingfólk leggja málið framaftur. Tilboðini at reka bussleiðina í Sunda kommunu vórðu upplatin á fundi á døgurða í gjár. Trý feløg bjóðaðu, tey vóru IR Lastbilar, HK Bussar og HZ Bussar. HZ Bussar áttu lægsta tilboðið. Umsitingin í kommununi skal nú gera eina innstilling til trivnaðar nevndina, sum skal taka støðu til øll tilboðini og leggja eina tilráðing fyri fíggjarnevndina, sum so leggur málið fyri býráðið. Bussleiðin verður nógv brúkt, sigur Sunda kommuna. Í 2017 koyrdu tilsamans 5.604 ferðandi við bussleiðini. Og hagtølini fyri 2018 vísa nakað tað sama tal av ferðandi higartil í ár. Rasmus Jarlov, vinnumálaráðharri, hevur givið Sjúrði Skaale, fólkatingsmanni, á leið sama svar, sum hin føroyski fólkatingsmaðurin, Magni Arge, fekk frá Ole Birk Olesen, sum er ráðharri í samferðslu og bygging, um politistøðina við Húsagøtu í Havn. Tá ber til at samráðast við veitarar í Føroyum. Men treytin er tó, at upprunaliga útbjóðingartilfarið ikki verður broytt grundleggjandi. Runavíkar býráð hevur lurtað eftir Búnaðarstovuni, sum mótmælti, at eitt stórt øki í Glyvradali verður broytt frá landbúnaðarøki til vinnuøki. Jóhann Guðmundsson, skrivstovustjóri í íslendska vinnumálaráðnum, sum hevur fiskivinnuna, vónar, at føroyingar eisini vilja hava javnvág í sáttmálanum millum londini bæði. Ein útvarpsdokumentarur kann lýsast sum ein søga frá veruleikanum fortald við einum ávísum sinnalagi. Hetta er søguforteljing, har lurtarin dugir at ímynda sær livandi myndir, tá lurtað verður. Hetta kann gerast við at nýta millum annað ljóðmyndir, tónleik og talu. Útvarpsdokumentarar eru sera væl umtóktir í londunum rundan um okkum, og seinnu árini eru fleiri farin at senda útvapsdokumentarar sum podcast. Podcast er blivin ein risastórur miðil í sær sjálvum, tí her hevur tú møguleika fyri at røkka sera víða, og tú hevur ofta møguleika fyri at arbeiða meir kreativt enn annars. Kringvarp Føroya vil fegið liva upp til sína skyldu sum public service stovnur og vil við nevndu kapping eggja fleiri at skriva og framleiða nýggjar stuttdokumentarar til útvarp. Sendingarnar, ið verða framleiddar til kappingina, kunnu soleiðis verða sendar sum podcast og eisini sum vanligar sendingar í útvarpinum. Hervið lýsir Kringvarpið til kapping um at framleiða føroyskar stuttdokumentarar til útvarp. SAMTÍÐ Útvarpsdokumentararnir skulu vera soleiðis, at sum lidnar útvarpssendingar skulu teir geva lurtarum góðar søgur og upplivingar, sum eisini lýsa umstøður og kenslur í okkara samtíð. Harafturat skal útvarpsdokumentarur hugsast sum ljóðmynd, sum stuðlar upp undir huglagið í søguni. TREYTIR Útvarpsdokumentarurin skal vera ein stuttdokumentur til útvarp, sum er umleið 8 10 minuttir til longdar. Ljóðfílan við sendingini skal vera í WAW formati og í MP3 formati. Ljóðfílurnar skulu sendast til KVF, og afturat ljóðfíluni skal sendast eitt handrit á føroyskum og eitt á enskum. ENSKT HANDRIT Tí at vit hava útlendskar dómarar í dómsnevndini, er neyðugt við einum enskum handriti. Eitt handrit til útvarpsdokumentar má hava alt, sum hendir í sendingini, skrivað niður. Ein og hvør, ið ikki skilir føroyskt, skal kunna fylgja við í handritinum, soleiðis at tey vita, hvat fer fram í útvarpsdokumentarinum. Tískil skulu øll ljóð, tónleikur og sjálvandi alt prát týðiliga skrivast niður í handritið. VIRÐISLØN Latin verður ein virðisløn á 12.000 krónur til vinnandi stuttdokumentarin. Vinnarin fær eisini eitt tvey ára hald til klippingarforritið Hindeburg Journalist Pro. GG Dómsnevndin hevur rætt til ikki at lata virðislønina, um hon heldur, at teir innkomnu útvarpsdokumentararnir ikki eru virðislønarverdir. DÓMSNEVND Til at viðgera teir innsendu útvarpsdokumentararnar er ein dómsnevnd sett. Í dómsnevndini eru Tim Hinman Third Ear, DK , orgerður E. Sigurðardóttir RUV, ÍS og Linda Mortansdóttir FO . FREIST Ljóðfílurnar og handritini til nýggjan føroyskan stuttdokumentar til útvarp skal latast Kringvarpinum á t postadressu kapping kvf.fo í seinasta lagi 01. februar 2019 á midnátt. Um so er, at luttakarin hevur hug at royna klippingarforritið Hindenburg Journalist, kann forritið roynast í eina avmarkaða tíð á tríggjar mánaðir. Vinarliga send ein fyrispurning til t postadressu kapping kvf.fo. Sjey samráðingarfundir vóru millum Lønardeildina og Føroya Skipara og Navigatørfelag um nýggjan sáttmála fyri Strandferðsluna. Men partarnir gjørdust ikki samdir, og tí bóðu teir semingsstovnin koma uppí. Hoyr sendingina her Luttakarar, Hjalmar Ingebringtsen, Alf Larsen, Billy Jacobsen, Arne Jacobsen, Jón Brian Hvidtfeldt og Jákup Veihe. Tey, ið brenna inni við einum góðum hugskoti til ein útvarpsdokumentar, hava nú møguleika at vísa sínar dygdir. Kringvarp Føroya vil fegið liva upp til sína skyldu sum public service stovnur og vil við nevndu kapping eggja fleiri at skriva og framleiða nýggjar stuttdokumentarar til útvarp. Sendingarnar, ið verða framleiddar til kappingina, kunnu soleiðis verða sendar sum podcast og eisini sum vanligar sendingar í útvarpinum. Ein útvarpsdokumentarur kann lýsast sum ein søga frá veruleikanum fortald við einum ávísum sinnalagi. Hetta er søguforteljing, har lurtarin dugir at ímynda sær livandi myndir, tá lurtað verður. Hetta kann gerast við at nýta millum annað ljóðmyndir, tónleik og talu. Hervið lýsir Kringvarpið til kapping um at framleiða føroyskar stuttdokumentarar til útvarp. SAMTÍÐ Útvarpsdokumentararnir skulu vera soleiðis, at sum lidnar útvarpssendingar skulu teir geva lurtarum góðar søgur og upplivingar, sum eisini lýsa umstøður og kenslur í okkara samtíð. Harafturat skal útvarpsdokumentarur hugsast sum ljóðmynd, sum stuðlar upp undir huglagið í søguni. TREYTIR Útvarpsdokumentarurin skal vera ein stuttdokumentur til útvarp, sum er umleið 8 10 minuttir til longdar. Ljóðfílan við sendingini skal vera í WAV formati og í MP3 formati. Ljóðfílurnar skulu sendast til KVF, og afturat ljóðfíluni skal sendast eitt handrit á føroyskum og eitt á enskum. VIRÐISLØN Latin verður ein virðisløn á 12.000 krónur til vinnandi stuttdokumentarin. Vinnarin fær eisini eitt tvey ára hald til klippingarforritið Hindeburg Journalist Pro. GG Dómsnevndin hevur rætt til ikki at lata virðislønina, um hon heldur, at teir innkomnu útvarpsdokumentararnir ikki eru virðislønarverdir. DÓMSNEVND Til at viðgera teir innsendu útvarpsdokumentararnar er ein dómsnevnd sett. Í dómsnevndini eru Tim Hinman Third Ear, DK , orgerður E. Sigurðardóttir RUV, ÍS og Linda Mortansdóttir FO . HANDRIT Av tí at vit hava útlendskar dómarar í dómsnevndini, er neyðugt við einum enskum handriti. Eitt handrit til útvarpsdokumentar má hava alt, sum hendir í sendingini, skrivað niður. Ein og hvør, ið ikki skilir føroyskt, skal kunna fylgja við í handritinum, soleiðis at tey vita, hvat fer fram í útvarpsdokumentarinum. Tískil skulu øll ljóð, tónleikur og sjálvandi alt prát týðiliga skrivast niður í handritið. Meira kunning í er vegleiðingini. FREIST OG ANNAÐ Ljóðfílurnar og handritini til nýggjan føroyskan stuttdokumentar til útvarp skal latast Kringvarpinum á t postadressu kapping kvf.fo í seinasta lagi 01. februar 2019 á midnátt. Vit viðmæla WeTransfer ella líknandi forrit at senda ljóðfílurnar við, í fall tær fylla ov nógv at senda við vanligum t posti. Klippingarforrit. Um so er, at luttakarin hevur hug at royna klippingarforritið Hindenburg Journalist, kann forritið roynast í eina avmarkaða tíð á tríggjar mánaðir. Vinarliga send ein fyrispurning til t postadressu kapping kvf.fo. Vit tosa um at vera lívsfroskrekt, men eru vit eisini deyðsforskrekt. Hava vit tørv á at ritualisera stóru hendingarnar í okkara lívi Og eigur kirkjan enn tað plássið í samfelagnum, sum staðið, sum hevur tey stóru orðini Aksel V. Johannesen, løgmaður, Sunleif Rasmussen, tónaskald, Georg L. Petersen, blaðstjóri á Dimmalætting, Heini Gaard, tíðindaleiðari í KvF. Í kvøld er ikki so langt at fara. Tí í Valentinlyst í Tróndheimi býr 84 ára gamla Martha Remen, sum hevur leitað eftir yngru systrini síðan 1958. Tí tá mamma hennara doyði, lá eitt pappír eftir, sum segði, at hon hevði átt eina dóttur undir krígnum. Semjan merkir, at mánaðarlønin hækkar 2,49 tann 1. oktober í 2017 og 2,18 tann 1. oktober í 2018. Gjøldini fyri ólagaliga arbeiðstíð og onnur gjøld og viðbøtur hækka ikki í sáttmálaskeiðnum. Eisini eru tríggir abbasynir hjá teimum, sum strandaðu í Lítlu Dímun í útvarpsstovuni og greiða frá, hvønn týdning hendingin hevur havt fyri teir. Brøðurnir Billy og Arne Jacobsen úr Noregi eru abbasynir Anton Jacobsen. Tað var hann, ið fyrstur fór í land í L tlu Dímun við einari línu um miðjuna. Í bókini Livet p Færøerne, sum Dansk Kulturforlag gav út í fimtiárunum, skrivar Herluf Thomsen, keypmaður á Tvøroyri, um hendingina. Meðan brotasjógvarnir skolaðu inn yvir skipið, royndi manningin at kappa stórmastrina, fyri at sleppa eftir henni inn á eitt sker, teir hómaðu í illveðrinum, men masturin datt ikki sum teir høvdu ætlað. Men so leyp stýrimaðurin, Anton Jacobsen, fyri borð við einari línu um miðjuna, og hóast tað var so ringt í sjónum, at teir, sum vóru umborð, ofta sóu beinini á honum sting beint upp í loft, fekk hann strevað seg upp á klettin. Síðani stjóraði hann hinar menninar í land. Menninir vórðu bjargaðir upp á Lítlu Dímun, og tað var eitt undur, tí neyvan nakar hevði hildið tað vera gjørligt at sleppa upp á oynna av skipi í ódnarveðri aftrat. Teir seks menninir sluppu ongan veg ta náttina, men máttu krúpa saman á einari hellu, sum var einki frægari enn eitt lítið stovugólv. Dagin eftir laðaðu teir sær eina kroysu av gróti, meðan teir bíðaðu eftir og vónaðu, at eitt sindur av provianti skuldi reka á land. Teir sóu eisini nakrar kassar við skonnrugi tætt undir landi. teir royndu at fara eftir teimum við at halda í hondina á hvørjum øðrum og vaða úti, men tað miseydnaðist, og at enda fór tann dýrabari maturin til havs. Sum fráleið vandu teir seg við tað bratta lendið og ein dagin funnu teir hellið hja hvalbingum, og har var gleðisrómur á monnum, tá teir sóu komfýrin og funnu bæði brenni og grýtur. Við piprandi hondum lyfti ein teirra so lokið av einum blikki, teir eisini høvdu funnið, og har vóru svávulpinnarnir, sum teir eisini altíð høvdu liggjandi í oynni. Teir funnu eisini ein lýsidunk og eina brotna fløsku, sum teir stungu ein bumullsklodda niður í til veik og riggaðu til lýsilampu. Menninir fóru sjálvandi beinanvegin at royna at fáa fatur á einum av teimum mongum seyðunum, teir sóu alla staðni, og tað eydnaðist teimum at taka tveir. Blóðið drukku teir beinanvegin, og annars ótu teir alt, sum tyggjandi var á seyðinum. Sjálvt slóðina í hornunum ótu teir. Burtur úr skinnunum gjørdu teir sær skógvar, sum komu væl við, tí teir flestu vóru skóleysir. Teir høvdu einki til matna uttan fliður, men ein dagin vóru teir so hepnir at koma óvart framá ein lomviga og taka hann. Alt var etið uttan fjaðrarnir. Teir, sum høvdu góðar tenn, jaglaðu sjálvt beinagringina. Menn gakk. Báturin var longur burtur, enn hann tóktiskt, og rópini frá monnunum druknaðu út í tóma luft, og eingin sá teir veittra. Teir royndu tí at rigga sær ein flaka til av ekaviði, teir funnu, men nú var eingin makt eftir í teimum. Tá tað so lýsti fyri degi tann 17. november, og teir sóu ein bát í góðveðrinum tætt undir oynni, tók ein av teimum skipbrotnu, frá sær sjálvum av vónleysi, alt hann fann av øsku og glóðum av komfýrinum, og ripaði tað út av eggini, so neistarokið stóð í allar ættir. Rani varð fødd í Onglandi, men varð gift til Pakistan 14 ára gomul. Í 29 ár livdi hon í tvingsilshjúnalag, har hon javnan var fyri harðskapi og varð neyðtikin. Tá synirnir eisini fóru at sláa hana og kalla hana horu, sá hon, at hon noyddist at flýggja, um hon skuldi liva. Hon kom til Arlanda í januar 2008 í ongum jakka og í sandalum. Í dag hevur Rani fast fulltíðarstarv og egnu íbúð. Anja Kontor prátar við fólk, sum hava verið ígjøgnum svárar hendingar í lívinum. Grannskoðararnir hjá landinum halda ikki, at Fíggjarmálaráðið breyt nakra lóg, tá tað rindaða námsfrøðingum løn, meðan arbeiðssteðgur var. Men Fíggjarmálaráðið átti at skjalfest tey viðurskifti, sum hava týdning fyri, hví ráðið valdi loysnina at mótrokna seinni heldur enn at steðga lønini. Løgtingsgrannskoðararnir vísa til Landsgrannskoðanina, sum heldur, at grundgevingarnar hjá Fíggjarmálaráðnum fyri at gera frádrátt í lønini seinni eru í samsvari við játtanarreglurnar og tað, sum bar til at gera tá. Landsgrannskoðanin hevur tó ikki sæð nakra skjalfesta meting um, hvussu Fíggjamálaráðið hevur tikið avgerðina um afturhald ella frádrátt í lønina í sambandi við arbeiðssteðgin. Bill Justinussen sigur, at Kristina Háfoss uttan heimild og móti galdandi reglum hevur goldið limum í Pedagogfelagnum løn, meðan arbeiðssteðgur var. Løgtingsmaðurin sigur, at landsstýriskvinnan hevur brotið stýriskipanarlógina, tí hon hevur brúkt pengar hjá landinum uttan heimild í fíggjarlógini ella í aðrari játtanarlóg. Sonur Sophie Hultberg gjørdist einans trý ár. Mamman leiddi hann, tá hann brádliga slepti hondini og leyp út á tokskinnararnar, beint tá tokið kom. Sophie sigur frá tí ringasta, sum kann henda einum menniskja at missa eitt barn, men eisini um, hvussu lívið spakuliga kemur aftur við ljósum løtum inn ímillum. Anja Kontor hittir fólk, ið hava verið fyri svárum hendingum í lívinum. Hesa ferð umrøður Jákup Veyhe aktuell mál um heimleysu børnini, sum kunnu sleppa á barnaheim, og um Magna Laksáfoss, sum leitar sær eftir einum politiskum heimi. Eysturríkska Natascha Kampusch gjørdist heimskend, tá tað eydnaðist henni at flýggja undan rænaranum, sum í næstan 9 ár hevði havt hana í fangilsi. Nú eru 20 ár, síðan hon sum 10 ára gomul varð tikin inn í ein minibuss og síðan innilæst í einum trongum kjallararúmi, har rænarin Wolfgang Priklopil hevði hana sum fanga. Hon sigur fyri Anju Kontor um harðskap og eyðmýking og um sambandið við familjuna, sum misti eina gentu og fekk eina særda ókenniliga unga kvinnu aftur. Anja Kontor hittir fólk, sum hava verið fyri svárum hendingum í lívinum. Roger í landi fekk staðfest ringa slitgikt 47 ára gamal. Tí noyddist hann at selja garðin, sum hevði verið í familjuni í fleiri ættarlið, byrja av nýggjum, leita sær eftir arbeiði, liva við støðugari pínu og venja fyri ikki at enda í rullistóli. Anja Kontor hittir fólk, sum eru komin ígjøgnum svár tíðarskeið í lívinum. Mikael Karlsson er 42 ár og pápi at tveimum. Alt lívið hevur hann skammast um, at honum dámar at lata seg í konufólkaklæði. Sjálvmorðstankar settu sín dám á gerandisdagin í langa tíð. Fyri trimum árum síðan kendi hann seg eydnusaman fyrstu ferð. Anja Kontor hittir fólk, sum hava havt tað svárt í lívinum. Í juli 2011 vórðu tíðindamaðurin Martin Schibbye og myndamaðurin Johan Persson tiknir í Etiopia. Í 438 dagar sótu teir í fongsli. Fyri Anju Kontor sigur hann søguna frá tíðini í fongslinum og óvissuni, tá sjálvt rottur kundu vera ein troyst. Men fyrsta árið, tá hann aftur var fríur, var ein tornado av kenslum og verri en dagarnir í fongsli. Dóttir Annu Pella varð fødd heilaskadd. Nú er hon 14 ár, hon tosar ikki, sær ikki og fær ikki gingið. Anna Pella fortelur um, hvussu tað var at fáa at vita, at Agnes var starblind og um at vita, at lungnabruni kann gera enda á henni. Men eisini hetta, hvat hevur týdning. Anja Kontor hittir fólk, sum hava havt tað sera svárt. Annað snýr seg um at varðveita fiskidagaskipanina fyri heimaflotan og hitt snýr seg um at broyta lógina um landsjørð, soleiðis at 70 ára aldursmarkið at avhenda festibrævið verður strikað. Sambært grein 54 í tingskipanini, skulu uppskot til løgtingslógir, sum skulu koma í gildi 1.januar, leggjast fram innan 5.november. Eftir hetta krevjast undirskriftir frá 17 tingfólkum ella fleiri, um uppskot skulu leggjast fram Myndugleikarnir í Kili hava í umbúna at revsa Marine Harvest hart, eftir at út við 700.000 laksar í summar sluppu leysir úr aliringum hjá felagnum í Punta Redonda, sum liggur í sunnara parti av landinum. Sambært netmiðlinum E24 kann Marine Harvest rokna við at missa sítt aliloyvi í økinum og harumframt fáa upp til 8,2 milliónir dollarar, tað eru 54 milliónir krónur í okkara pengum, í bót. Kilensku myndugleikarnir siga í síni niðurstøðu um óhappið í summar, at viðurskiftini í alibrúkinum vóru ikki í lagi, soleiðis at alast kann á tryggan hátt. Og tí slapp laksurin. Kilensku myndugleikarnir skíra óhappið at vera sera álvarsamt, og at tað í ringasta føri kann hava við sær óbótaligan skaða á umhvørvið. Siri og Jørn flyta í eina smáttu í Lofoten við tveimum smádreingjum. Her ætla tey sær at búgva, her eru ongir grannar, eingin vegur og eingin streymur. Familjan skal hava eitt ár frí frá tí tronga skemanum, tey skulu verða sjálvbjargin við mati, og kærleikslívið skal blóma Verður tað, sum tey droyma um. Hví fekk Kristoffer 44 ilt í allan kroppin, meðan Cecilie 42 má sova við beinunum út av seingini Hvat bagir teimum Tað fasta læknaliðið kappast móti trimum politikarum. Karoline 18 noyddist at sita á einum posa av frystum grønmeti, tá hon skuldi langar bilferðir, meðan Ranjan 40 fekk ikki rørt seg. Hvat bagir Eitt fast læknalið kappast móti trimum, sum ferðast rættiliga dúgliga og sum hava telduna og netið til hjálpar. Birgit Remmel og Brandur Mortensen Nolsøe umrøða og ummæla Angelu Merkel sum politikara og persón. Birgit Remmel er fødd í Týsklandi og hevur búð í Føroyum síðan 1982, men hon hevur fylgt væl við í týskum viðurskiftum øll árini. Samfelagsfrøðingurin Brandur Mortensen Nolsøe, sum millum annað hevur lisið í Týsklandi, metir eisini um týdningin hjá Angelu Merkel sum oddakvinnu í Týsklandi í 13 ár, og hvussu hon hevur staðið seg á altjóða pallinum. Kine 33 var lærari í støddfrøði, men brádliga gekk striltið at rokna einføld stykki. Olaf 62 misti konsentratiónina og gloymdi avtalur o.s. fr. Hvat bagir teimum Eitt fast læknalið kappast hesaferð ímóti trimum, sum arbeiða innan trygging, tryggingarfókini kunnu leita á netinum, tað kunnu læknarnir ikki. Victoria 21 vaknaði við pínu í bringuni, og Helene 14 fekk ilt í magan, tá hon skuldi venja hondbólt. Hvat man baga teimum Fast læknalið kappast ímóti trimum tónleikarum við teldu. Johanne 19 fekk hjartabankan og var um at missa ondina. Tony 36 fekk ógvisligan krampa í leggirnar, einaferð hann var á tónleikafestivali. Hvat bagir teimum Tað fasta læknatoymið kappast ímóti einum teknoliði við teldu og interneti. Álvarsemið í leikinum, sum byggir á bókina hjá Charles Dickens, avspeglast eisini á pallinum, sum ikki er beinleiðis gjørdur soleiðis jólahugnaligur hinvegin verður farið aftur til tað einfalda. Ofta er tað so, at tá tað verður ov stórt og pompøst, so missur tú hugskotið, hvat søgan snýr seg um, úr eygsjón, sigur Hans Tórgarð. Triðja innslag er prát við Knút Háberg Eysturstein, sum er farin inn í auluna í Finsen at lurta eftir Tariru, sum venur til Regin Dahl konsertina leygardagin. Høvuðseyðkennið er heimlongsulin hjá útisetanum til Føroya. Tað hoyrist aftur í tónleikinum, sum fyri stóran part er harmasongur. Eitt annað eyðkennið er tó spæligleðin, sigur Knút Háberg Eysturstein. Leygardagin verður konsert við kórinum Tarira í sambandi við, at 100 ár eru liðin, síðani Regin Dahl varð føddur. Kórið fer at frumframføra heili 10 nýggjar kórsatsir, sum kórið hevur bílagt serliga til høvið. Verkini eru eftir Unn Patursson, Sunleif Rasmussen, Kára Bæk, Paula í Sandagerði og Stephen Wilkinson. Øll hava skrivað hvør sín sats uttan Stephen Wilkinsson, sum hevur latið úr hondum heili 6 nýggjar kórsatsir til hesa konsertina. Píl Reinert, forkvinna í kórinum, sigur, at Stephen, sum annars er pápi navnframa dirigentin Bernhard Wilkinsson, er heili 99 ára gamal og hetta er onki minni enn eitt bragd. Stephen sendi inn 7 kórsatsir, og vit gjørdu av at taka 6 av teimum við , sigur Píl. Jóhannes Andreassen, dirigentur í kórinum, kann skriva undir uppá, at hvør einasti nýskrivsaði kórsatsur er væl úr hondum greiddur. Vikuskifti hitti Píl Reinert og Jóhannes Andreassen til venjing við kórinum hóskvøldið innan konsertina Í kvøld, fríggjakvøld, verður konsert í Perluni í Tórsgøtu í Havn. Tað eru bólkarnir Jasmin við Jasmin Mote á odda, og Mark The Messenger við Rasmusi Vigant. Tey komu á gátt í Vikuskiftissendingini og greiddur frá um tiltakið og um sjálvani tónleikin eisini Bakkafrost noyðist at fáa nýggja landstøð í Klaksvík beinan vegin, tí annars sleppur felagið ikki at seta smolt út undir Kunoyarnesi. Avtalað er, at havnarøkið verður opið fyri almenninginum, tá serlig tiltøk eru í Klaksvík, til dømis á Norðoyastevnu og á Sjómannadøgunum. Verður nýggja íbúðarbyggingin, sum Tórshavnar kommuna bjóðar út undir Kongavarða á Argjum, veruleiki, kemur ferðslutrygdin í vanda. Borgarar í Klaksvík og onnur áhugað sleppa ikki at síggja sáttmálan millum kommununa og Bakkafrost um landstøðina, sum skal vera á Vestaru Bryggju í Klaksvík, fyrr enn hann er undirskrivaður. Býráðið samtykti sáttmálan á afturlatnum fundi mikukvøldið. Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík sigur, at samráðingarnar við Bakkafrost eru ikki heilt lidnar enn. Tá tær eru lidnar, fær almenningurin innlit í sáttmálan. Kringvarpið skilir, at eitt týðandi punkt, sum partarnir samráðast um, er hvussu nógv Bakkafrost skal gjalda fyri at ein partur av keiini verður stongdur av. Klaksvíkar kommuna hevur takstir fyri, hvat tað kostar at leiga øki á keiini, men tá talan er um at hegna ein part av økinum av, eru serlig viðurskifti, sum gera seg galdandi. Millum annað skal kommunan meta um, hvørt hon fer at missa inntøkur av at hesin parturin av keikantinum verður stongdur og í so fall, hvussu nógv hon missur. Edmund Joensen úr Sambandsflokkinum hevur fleiri ferðir spurt landsstýrismannin í uttanríkismálum, hvørjar ætlanir hann hevur við sendistovuni í danska høvuðsstaðnum, nú føroyski sendimaðurin ikki hevur verið til arbeiðis har í áravís. Nú spyr løgtingsmaðurin so løgmann, um hann heldur tað vera í lagi at játta pengar á fíggjarlógini til sendistovuvirksemi í Danmark, tá pengarnir verða brúktir til okkurt annað. Edmund Joensen vísir á, at Poul Michelsen sjálvur hevur upplýst fyri løgtinginum, at sendimaðurin í staðin hevur arbeitt við Fjareystri. Ætlar løgmaður at rætta avgerðina hjá landsstýrismanninum, so at sendimaðurin aftur kann virka á Sendistovu Føroya í Keypmannahavn, spyr Edmund Joensen. Í 2009 vórðu Post Danmark og svenska almenna postfelagið Posten AB løgd saman í eitt felag, sum hett navnið PostNord, men nú vil Dansk Folkeparti taka danska partin heim aftur. Sviar eiga 60 prosent av almenna danska svenska felagnum, og danir eiga 40 prosent. Tað merkir, at danir hava alt ov lítla ávirkan á, hvussu felagið verður rikið, sigur Dansk Folkeparti. Eiga vit sjálvi postfelagið kunnu vit sjálvi avgerða tænastutigið og seta út í kortið, hvussu felagið skal rekast, sigur Henrik Brodersen, sum er framsøgumaður á økinum. Flokkurin heldur tað er avgerðandi at hava ávirkan á ein so týdningarmiklan part av undirstøðukervinum, sum posturin er. Men taka danir postfelagið heimaftur, fer tað at kosta fleiri hundrað milliónir, sigur Per Nikolaj Bukh professari í fíggjarstýring á Aalborg Universitet við dr.dk. Tað fer bæði at kosta pening at skilja PostNord sundur og tað verður dýrari at reka eitt minni felag. Tað er ein dýrkan, sum vit antin skullu leggja omaná prísin fyri at senda brøv ella sum staturin má gjalda. Undir øllum umstøðum verður tað skattgjaldarin, sum skal rinda, sigur Per Nikolaj Bukh. Mongdin av brøvum er fallin við yvir 80 prosentum síðani ár 2000 og PostNord kann brúka upp til 5 dagar at bera postin út, ístaðin fyri ein dag, sum kravið var áðrenn. Summi óttast fyri, at fólkaatkvøðan fer at skræða sárini upp aftur frá stríðnum millum upprunafólkið, sum kallast kanakkar, og so tey hvítu, sum gjøgnum tíðirnar eru flutt til Ný Kaledonia. Upprunafólkini hava verið kúgað í nógv áratíggju. Til dømis hevur Frakland hevur lagt hald á lendi hjá teimum, og avmarkingar vóru settar fyri, hvussu nógv tey kundu vera saman við teimum hvítu. Fyri 30 árum síðan var blóðugt stríð millum franskar hernaðardeildir og teir loysingarsinnaðu partarnar av upprunafólkinum. Yvir 70 fólk lótu lív í bardøgunum. Hóast tað hevur verið rokaligt, so meta tey flestu, at ný kaledonar fara at siga nei takk til loysing í morgin. Hetta er tí at upprunafólki er minni enn helmingurin av fólkatalinum, og tí at landið fær 9,7 milliardir krónur í ríkisveiting árliga. Annað brævið, sum vit hava fingið hesaferð, snýr seg um ein mann, sum heldur tað vera órættvíst, at gjaldið av barnapengum fer upp, tá man hevur góða løn, og hitt brævið er eitt neyðarróp frá einum pari, ið eru vorðin í so magelig. Tvístøðan setir spurningin, um man sigur nakað, tá man sær eina mammu geva einum illsintum barni ein brest í afturpartin. Í panelinum hesaferð eru Símun Gullaksen, Oda Wilhelmsdóttir Andreasen og Theresa Turidardóttir Kreutzmann. Setningurin var at finna á eini gamlari tekning, sum Sigmund Zacharissen fann í gomlu tónleikahølunum í gamla Kommunuskúlanum, sum skuldi ruddast, tá skúlin skuldi byggjast um til lestraríbúðir í Finsen. Tað skrálaði, at ein punk stak pláta mátti bera hatta listarverkið, sigur Sigmund Zachariassen, sum tí setti savnaði vinmenninar saman at gera punkbólkin Joe og The Shitboys. Tveir tímar, eftir at teir høvdu hitst fyrstu ferð at venja í minstu tónleikahølunum í Margarinfabrikini í miðbýnum í Havn, varð fyrsta staklagið longu skrivað og upptikið. Elma á Geilini Ortind, matvørufrøðingur á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, sigur frá muninum millum merkingarnar seinasti nýtsludagur og seinasti søludagur og so allar hinar. Umframt kapping og Also ber eisini til at hoyra eitt prát við komandi stjóran í Ráðnum Fyri Ferðslutrygd, Lovisu Petersen Glerfoss, nýggja stjóran í Visit Tórshavn, Barbaru Samuelsen og Poulu Patursson, føðslufrøðing. Í lýsingini heitir formaðurin á føroyingar, sum vilja lata klæðir til felagsskapin, um at lata rein klæði, sum eru løgd pent saman, og sum ikki eru skrødd. Stutt sagt klæðir, sum eru verd at selja ella at geva víðari. Tað gongur framá við samráðingunum. Tað sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður, nú semingsstovnurin var á fundi við Ljósmøðrafelagið og Løndardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum í gjár. Onkrir snøklar skuldu ruddast av vegnum, og tað gongur rætta vegin, sigur Terje Sigurðsson. Semingstovnurin fór eisini undir eina semingsroynd við Skipara og Navigatørfelagnum einumegin og Løndardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum hinumegin, fríggjadagin. Hesin fundurin verður eisini tikin uppaftur mándagin, sigur Terje Sigurðsson. Gjógvin millum tey múgvandi, og tey, sum einki hava veksur alsamt, og tey sum einki hava eru upprunafólkið. Tað sigur Daniel Goa, forseti í Ný Kaledonia, sum vitjaði í Føroyum herfyri. Fólkaatkvøða um loysing frá Fraklandi verður í Ný Kaledonia í morgin 4. november Upprunafólkini hava verið kúgað í nógv áratíggju. Til dømis hevur Frakland lagt hald á lendi hjá teimum, og avmarkingar vóru settar fyri, hvussu nógv tey kundu vera saman við teimum hvítu. Fyri 30 árum síðan var blóðugt stríð millum franskar hernaðardeildir og teir loysingarsinnaðu partarnar av upprunafólkinum. Yvir 70 fólk lótu lív í bardøgunum. Summi óttast fyri, at fólkaatkvøðan fer at skræða sárini upp aftur frá stríðnum millum upprunafólkið, sum kallast kanakkar, og so tey hvítu, sum gjøgnum tíðirnar eru flutt til Ný Kalidonia. Hóast tað hevur verið rokaligt, so meta tey flestu, at ný kaledonar fara at siga nei takk til loysing í morgin. Hetta er tí at upprunafólki er minni enn helmingurin av fólkatalinum, og tí at landið fær 9,7 milliardir krónur í ríkisveiting árliga. Bakkafrost hevur í 10 ár roynt at fáa eitt egnað øki til landstøð í Klaksvík, men hvørki undanfarna ella sitandi samgonga hava megnað at útvega eina varandi loysn. Tað sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti. Bakkafrost hevur seinastu árini havt eina landstøð við ferjuleguna í Klaksvík, men Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur boðað frá, at hon ikki longur vil góðkenna støðina, og at Bakkafrost tí noyðist at útvega sær eina nýggja støð. Enn er sáttmálin millum Klaksvíkar Kommunu og Bakkafrost ikki undirskrivaður. Millum annað hava partarnir ikki endaliga ásett leiguprísin, sum Bakkafrost skal gjalda fyri økið. Ole Birk Olesen, ráðharri í byggimálum, bað Fíggjarnevndina um at hækka játtanina til politistøðina úr sløkum 108 milliónum upp í 138 milliónir krónur. Harafturat komu nakrar milliónir afturat, sum ikki vóru roknaðar uppí frá byrjan, millum annað til fleiri bilpláss og eyka trygdartiltøk í húsinum. Mentamálaráðið sigur í tíðindaskrivi, at landsstýriskvinnan í mentamálum hevur verið á fundi við norðurlendsku mentamálaráðharrarnar um, hvussu sleppast kann av við fyribrigdið Geoblokking. Tað er breitt ynski úr øllum Norðurlondum, at vit skulu sleppa fram at tilfari frá hvørjum øðrum. Ráðharraráðið hevur sett eina kanning í verk, sum skal lýsa støðuna viðvíkjandi upphavsrætti og øðrum, og skal so koma við tilmælum um, hvussu vit kunnu røkka ynskinum um at avtaka geoblokkingina í Norðurlondum, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna, í tíðindaskrivinum. Eftir hennara tykki styrkir tað bæði sambandið og fatanina fyri málunum hjá hvørjum øðrum, um norðurlondini fáa atgongd til sjónvarpstilfarið hjá hvørjum øðrum. Fyrireikandi arbeiðið er liðugt, og seinrapartin hósdagin varð alt viðkomandi tilfar sent til úrvaldar arkitektar í Føroyum og uttanlands, skrivar kommunan á heimasíðu sínari. Eftir tað fer ein dómsnevnd, har umboð fyri kommununa, viðkomandi áhugabólkar og serfrøðingar í byggilist sita, at meta um innkomnu uppskotini. Danskir miðlar siga í morgun, at fyri fáum árum síðani vóru tað tíggju fólk árliga, sum søktu um at skifta kyn í dag er talið 200 fólk. Tað skrivar blaðið Jyllands Posten. Hetta hevur við sær, at bíðitíðin eftir viðgerð er longd munandi. Heimasíðan hjá Danmarks Radio skrivar, at bíðitíðin at sleppa framat serlækna kann vera eitt ár. Síðani skulu fólk bíða í onnur tvey ár fyri at fara undir eina møguliga kynsskiftisviðgerð og bíðitíðin bara veksur, skrivar Jyllands Posten. Politisku flokkarnir Enhedslistin, Alternativið og SF halda, at fleiri pengar skulu setast av, so bíðitíðin styttist, men í Dansk Folkeparti taka tey ikki undir við hesum. Her heima er uppskot um løgfrøðiligt kynsskifti fyri í løgtinginum týsdagin. At skifta kyn løgfrøðiliga merkir, at tú søkir um at fáa eitt p tal, sum samsvarar við tín kynsliga samleika, og hetta gevur tvørkyndum møguleika at velja sær navn samsvarandi samleika sínum, fáa nýtt samleikaprógv, koyrikort og pass, stendur at lesa í uppskotinum. Løgfrøðiligt kynsskifti varð loyvt í Danmark í 2014. Danmarks Radio sigur, at síðani tá hava 918 fólk søkt um løgfrøðiligt kynsskifti, harav eru 692 umsóknir játtaðar. Sálmarnir, ið sungnir verða, eru nummar 541 Nú hvítna tindar fjøllum á , nummar 292 Eg livi og veit við fullgóðum treyst og eftir prædiku 164 Sælir eru fátækir í anda og 540 Almikið árið líður . Fólk, sum eru dømd fyri grov persónlig brotsverk, og fólk, sum eru kend í rúsevnisumhvørvinum og ella fyri at brúka anabolsk steroidir, arbeiða sum duravørðar í náttarlívinum í Føroyum. Tað sigur fútaembætið í einum hoyringarskrivi til Vinnumálaráðið, sum skjýtur upp at broyta matstovulógina, millum annað um skeinkiloyvi. Sambært lógaruppskotinum, sum var lagt fyri tingið fríggjadagin, skal Loyvisnevndin geva loyvi til at seta fólk í starv sum duravørður. Tann, sum verður setur sum duravørður, skal vera minst 18 ár og myndugur, og ikki vera dømdur fyri revsiverd viðurskifti, sum kunnu gera, at starvið sum duravørður verður misnýtt. Politiið fær við lógarbroytingini loyvi til at lata Loyvisnevndini upplýsingar um brotsverk móti lívi og likami, eisini kynslig brot, brot á narkotikalóggávuna, dopinglóggávuna, vápnalóggávuna og aðra lóggávu, sum er viðkomandi. Byggideildin hjá Landsverki varðar av flestu bygningum hjá landinum, og er hon er eisini byggiharri, tá nýggir bygningar verða bygdir. Hitt hjartamálið hjá nýggja leiðaranum á Byggideildini er at ganga á odda við at leggja um til varandi orkukeldur í nýggjum verkætlanum eins og í verandi bygningum hjá landinum. Hetta er kjarnin í broytingum í skattalógini og toll og skattafyrisitingarlógini, sum skulu fyribyrgja skattahugsan í sambandi við transfer pricing. Transfer pricing kann gera, at feløg, sum virka í fleiri londum, kunnu flyta yvirskot til tann partin av felagnum, sum hevur heimstað í landi, har lítil og eingin partatafelagsskattur verður rindaður og flyta útreiðslurnar til landið við hægra skattinum. BEPS verkætlanin er ein roynd at betra møguleikarnar hjá londunum at fyribyrgja, at stór samtøk og stór feløg, sum virka í fleiri londum, gjalda ov lágan ella als ongan skatt. Umframt broytingar í skattalógini og toll og skattafyrisitingarlógini verður norðurlendski dupultskattasáttmálin dagførdur, so hann er í samsvari við BEPS minstukrøvini hjá OECD. Pedagogfelagið heldur, at í staðin fyri at byggja nýggjar stovnar nú, eiga kommunurnar at betra viðurskiftini hjá verandi námsfrøðingum. Annika Olsen, sum er forkvinna í Kommunala arbeiðsgevarafelagnum og borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, sigur, at ikki ber til at lata vera við at byggja dagstovnar. Brúk er fyri 140 plássum nú bara í Havnini. Nú er eisini blivið trot á hjálparfólkum til dagstovnarnar. Í onkrum føri er so stórur tørvur á fólki á dagstovnum, at stovnar hava sett avloysarar í starv, sum eru yngri enn 18 ár. VÍF heldur áfram at elta H71, sum er á fyrsta plássi, í fremstu hondbóltskappingini hjá kvinnum. VÍF vann í dag 24 18 á Kyndli í Høllini á Hálsi í Havn. Hálvleiksstøðan var 13 9 til VÍF. Durita Jojic og Liljan Djurhuus blivu toppskjúttar fyri VÍF við sjey málum í part. Marianna Eystberg bleiv toppskjútti fyri Kyndil við fimm málum. Støðan 1.H71 10 stig 2.VÍF 9 stig 3.Neistin 7 stig 4.Kyndil 4 stig 5.Stjørnan 3 stig 6.Stíf 1 stig Ein dystur varð eisini spældur í fremstu kvinnukappingini í gjár. Neistin vann á heimavølli 23 17 á Stíf. Hjá monnunum var eisini ein dystur spældur í kvøld. Kyndil bleiv fyrsta liðið í ár sum kláraði at vinna á VÍF. Kyndil vann 32 24. Toppskjútti fyri Kyndil bleiv Bartal Klein Olsen við átta málum. Filip Jojic og Sjúrður Olsen skoraðu trý mál í part fyri VÍF. Støðan 1.VÍF 9 stig 2.Kyndil 8 stig 3.Neistin 8 stig 4.H71 6 stig 5.Stíf 4 stig 6.KÍF 3 stig 7.Team Klaksvík 2 stig Tingkvinnurnar hjá Framsókn løgdu upprunaliga eitt uppskot fyri løgtingið av sínum eintingum, um at leingja fiskidagaskipanina. Uppskotið varð tulkað sum eitt misálit á landsstýrismannin við fiskivinnumálum. Men í kvøld er boðskapurin ein annar. Í einum tíðindaskrivi frá Akseli V. Johannesen, Høgna Hoydal og Poul Michelsen er boðskapurin Sambært floksformonnunum fer landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum í næstum at leggja fram uppskot um, hvussu farast skal fram viðvíkjandi botnfiskaveiðini undir Føroyum í 2019 harundir spurningarnar um umsitingarætlanir og fiskidagar og kvotur. Onnur vegbreytin er opin aftur á Kaldbaksvegnum nú, meðan ruddað verður upp eftir ferðsluóhappið, ið hendi um 20 tíðina í kvøld nærhendis Sandvíkarhjalla. Sambært vakthavandi á løgreglustøðini vóru tvey fólk í eina bilinum, ein maður og eitt barn og ein kvinna var í hinum bilinum. Løgreglan hevur avhoyrt vitnir á staðnum og eftir øllum at døma rendu bilarnir frontalt saman. Hví er enn ov tíðliga at siga. Øll trý eru flutt á landssjúkrahúsið við sjúkrabili, men enn er ov tíðliga at siga, hvussu álvarsliga, tey eru komin til skaða. Tað skrivar Magni Arge á facebook vanganum hjá sær. Hann skrivar millum annað Í vikuni fara fleiri tingfólk suður til Katalonia at vitja fongslaðu tingfólkini. Sjálvur fari eg í ferðalag við Pelle Dragsted og Evu Flyvholm at vitja Carme Forcadell og Raul Romeva, sum ákærin eisini vil fongsla í 17 ár. Við okkum hava tit eisini undirskriftir frá tingfólki úr øllum Norðurlondum, sum mótmæla sponsku handfaringina av politiskum mótstøðufólki. Orsøkin til norðurlendska mótmæli er, at spanski ákærin í gjár loksins legði fram ákæruritið móti nøkrum av teimum, sum skipaðu fyri fólkaatkvøðuni um loysing í spanska landslutinum Katalonia í 2017. Grundlógardómstólurin í Spania metti fólkaatkvøðuna at vera í stríð við sponsku grundlógina og fleiri av teimum, sum vóru við til at skipa fyri fólkaatkvøðuni hava varðhaldsfongslað líka síðani. Spanska stjórnin hevur verið fyri ógvusligum atfinningum fyri harðrendu atferðina móti bæði veljarum og katalansku loysingarpolitikarum á fólkaatkvøðuni. Katalansku politikararnir í varðhaldi eru millum annað ákærdir fyri at mæla fólki til uppreistur. Fær ákæruvaldið viðhald í ákæruni, kunnu einstakir av teimum ákærdu politikarunum fáa upp til 25 ára fongsulsrevsing. Tað er fullkomiliga óhoyrt at fara soleiðis við politiskum mótstøðufólki í Evropa og heilt óskiljandi, at vesturheimurin kollektivt letur eygu og oyru aftur fyri tílík grov brot á grundleggjandi demokratiskar reglur og mannarættindi. Hann skrivar millum annað Í vikuni fara fleiri tingfólk suður til Katalonia at vitja fongslaðu tingfólkini. Sjálvur fari eg í ferðalag við Pelle Dragsted og Evu Flyvholm at vitja Carme Forcadell og Raul Romeva, sum ákærin eisini vil fongsla í 17 ár. Við okkum hava tit eisini undirskriftir frá tingfólki úr øllum Norðurlondum, sum mótmæla sponsku handfaringina av politiskum mótstøðufólki. Orsøkin til norðurlendska mótmæli er, at spanski ákærin í gjár loksins legði fram ákæruritið móti nøkrum av teimum, sum skipaðu fyri fólkaatkvøðuni um loysing í spanska landslutinum Katalonia í 2017. Grundlógardómstólurin í Spania metti fólkaatkvøðuna at vera í stríð við sponsku grundlógina og fleiri av teimum, sum vóru við til at skipa fyri fólkaatkvøðuni hava varðhaldsfongslað líka síðani. Spanska stjórnin hevur verið fyri ógvusligum atfinningum fyri harðrendu atferðina móti bæði veljarum og katalansku loysingarpolitikarum á fólkaatkvøðuni. Katalansku politikararnir í varðhaldi eru millum annað ákærdir fyri at mæla fólki til uppreistur. Fær ákæruvaldið viðhald í ákæruni, kunnu einstakir av teimum ákærdu politikarunum fáa upp til 25 ára fongsulsrevsing. Tað er fullkomiliga óhoyrt at fara soleiðis við politiskum mótstøðufólki í Evropa og heilt óskiljandi, at vesturheimurin kollektivt letur eygu og oyru aftur fyri tílík grov brot á grundleggjandi demokratiskar reglur og mannarættindi. Eitt ferðsluóhapp var á Kaldbaksvegnum undir Sandvíkarhjalla í um áttatíðina í gjárkvøldið. Trý fólk vórðu flutt á Landssjúkrahúsið. Talan var um tveir bilar, sum rendu frontalt saman. Bilurin, sum koyrdi suður eftir, koyrdi av onkrari orsøk yvir í breytina hjá mótkoyrandi ferðsluni og rendi saman við bilinum, sum koyrdi norðeftir. Løgreglan hevur tosað við fleiri fólk, sum sóu óhappið og sigur seg hava eina góða mynd av tí, sum hendi, men hevur enn ikki tosað við tey, sum vórðu flutt á Landssjúkrahúsið. Tað ger løgreglan væntandi seinnapartin í dag. Fráboðanin um ferðsluóhappi kom klokkan fimm minuttir í átta. Ferðsluóhappið hevði við sær, at Kaldbaksvegurin var stongdur í ein tíma, millum annað tí, at ein annar bilurin mátti klippast upp fyri at fólki leyst. Ráð teirra lesandi, sum umboðar øll lesandi á Fróðskaparsetur Føroya, hevur fingið nýggja forkvinnu og hevur skipað seg av nýggjum. Rannvá Dam í Baiansstovu er nýggj forkvinna. Hon er vald fyri Søgu og samfelagsdeildina og tekur við eftir Turið Christophersen, sum valdi at taka seg aftur eftir fimm ár sum forkvinna. Nýggir limir í nevndini eru Brandur Arnoarson, umboð fyri Náttúruvísindadeildina, og Teinar Olsen, umboð fyri Søgu og samfelagsdeildina. Hini í nevndini eru Sharon Sivertsen frá Námsvísindadeildini og Ingilín D. Strøm av Føroyamálsdeildini. Umframt tað eru Tóri Atlason og Sveinur Heinason Rasmussen valdir at umboða nevndina hjá Námsvísindadeildina. Aðalmálið hjá Ráð teirra lesandi er at røkja áhugamál teirra lesandi í samstarvi við setursleiðslu, undirvísarar og onnur starvsfólk á stovninum. Broytingin merkir, at lægri undanskipaðu londini ikki skulu spæla innleiðandi kappingar, fyri at spæla seg víðari í sjálva undankappingini, men at øll londini fara beinleiðis í bólkaspælið. Talan er um bygging á 10.500 fermetrar, ið kemur at standa í røðini við síðuna av teimum fimm íbúðarhúsunum, sum vórðu bygd í 2007. Niðanfyri økið er raðhúsabygging, og oman fyri økið eru sethúsaútstykkingar á Klingrutjørn. Tórshavnar kommuna skrivar á heimasíðuni, at hetta er ein liður í ætlanunum hjá kommununi at skapa ein fjølbroyttari bústaðarmarknað. Freistin at bjóða uppá lendið er í dag klokkan fýra. Tórshavnar kommuna ynskir, at íbúðirnar standa innflytingarklárar í seinasta lagi í 2021. Sjey samráðingarfundir vóru millum Lønardeildina og Føroya Skipara og Navigatørfelag um nýggjan sáttmála fyri Strandferðsluna. Men partarnir gjørdust ikki samdir, og tí bóðu teir Semingsstovnin koma uppí. Semingsstovnurin roynir eisini at fáa semju í lag millum Ljósmøðrafelagið og Lønardeildina, men Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur í morgun, at har er onki at frætta, annað enn at gongd er á málinum. Um tú onkuntíð hevur fingið tær vín, sum smakkar illa, so kann tað vera, at orsøkin er ein heilt onnur enn bara vánaligt vín. Tað kann vera, at tú drekkur úr skeivum glasi, tí skapið á glasinum kann hava stóran týdning, tá tað kemur til smakkin og angan av víni. Tað sigur Mike Knight, frá Riedel, sum er ein fyritøka, ið framleiðir gløs til ymsar drykkjuvørur. Hann helt vínglasskeið fyri fullum húsi fríggjadagin. Tað kann vera, at tú drekkur úr skeivum glasi, tí skapið á glasinum kann hava stóran týdning, tá tað kemur til smakkin og angan av víni. Tað sigur Mike Knight, frá Riedel, sum er ein fyritøka, ið framleiðir gløs, ið framhevja smakk á eitt nú víni. Fríggjadagin var vínglasskeið í Sjóvinnuhúsinum í Havn. 64 fólk vóru á skeiðinum, og tey royndu trý ymisk sløg av víni úr trimum gløsum við ymsum skapum. Og tað vísti seg, at fleiri, sum søgdu seg vera ivasom, vóru sannførd eftir skeiðið. Umframt at tosa um víngløs og skapið av teimum, legði Mike Knight eisini dent á, at tað hevur týdning at hella vínið um. Tað vil siga, at hella vínið úr fløskuni í til dømis eina karaflu. Hann vísti eitt slag av karaflu fram, sum at byrja við gav viðskiftafólkunum nakað av høvuðbrýggi, tí tað var ikki bara bara at skeinkja úr karafluni. Tað sæst á myndaupptøkuni niðanfyri. Irena Jacobsen, sum er virksemisleiðari í endurnýtsluhandlinum hjá Reyða krossi í Stiðjagøtu í Havn, sigur, at klæðini, tey fáa inn, fyri tað allarmesta eru í rættiliga góðum standi. Tá kann tað henda, at luturin brotnar og er vandamikil fyri tey, ið tøma posarnar. Fyri einum mánað síðani skar ein kvinna seg illa í hondina, tá hon tømdi ein posa. Allan Samuelsen er púra ivaleysur, tá ið hann skal greiða frá, hvussu fótbóltur gevur túsundtals fólkum gleði og innihald. Hann er HB ari og hevur altíð verið tað. Fótbóltur hevur givið nógvar stuttligar upplivingar, og eg eri komin at kenna nógv fólk, sum eg annars ikki hevði møtt, sigur hann. Vágs Býráð hevur fingið løgfrøðingar at kanna, um Fíggjarmálaráðið kann leggja seg út í virksemið í kommununi, tá talan er um Marghøllina, sum Vágs Ítróttarráð eigur og rekur. Og ikki fyrr enn ein løgfrøðilig niðurstøða er gjørd, fer kommunan at gera meir við málið. Tað sigur Dennis Holm, borgarstjóri, eftir at Fíggjarmálaráðið hevur hótt býráðslimir í Vági við dagbótum, tí teir ikki lata Marghøllina vera ein part av fígjarliga virkseminum hjá kommununi. Páls Høll varð eisini nevnd í skrivinum, sum Vágs Býráð fekk frá Fíggjarmálaráðnum, men av tí at kommunan er í ferð við at yvirtaka Páls Høll og virksemið har, verður hon ein partur av fíggjarliga virkseminum hjá kommununi, og tí ger Fíggjarmálaráðið ikki meir við hana. Dennis Holm, borgarstjóri, vísir á, at tað er Vágs Ítróttarráð, sum eigur og rekur Marghøllina, og tað einasta, sum kommunan hevur við hana at gera, er, at kommunan leigar høllina frá eigarunum og rindar fyri tað. Tí skilir kommunan ikki, at Fíggjarmálaráðið hóttir við at áleggja býráðslimunum bót. Í skrivi sum Vágs Býráð hevur fingið frá Fíggjarmálaráðnum stendur, at um kommunan ikki hevur Marghøllina við í fíggjarætlanini fyri 2019, sum skal latast inn í seinasta lagi 1. desember, so fer Fíggjarmálaráðið at biðja Innlendismálaráðið um at áleggja býráðslimunum dagbøtur. Tað má gerast, tí Fíggjarmálaráðið kann ikki áleggja dagbøturnar, tí kommunumál hoyra til Innlendismálaráðið. Fyribils er støðan tann, at Vágs Býráð bíðar eftir eini løgfrøðiligari niðurstøðu, tí kommunan er ikki samd við Fíggjarmálaráðið, sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vági. Hoyr sendingina her Luttakarar, Petur Hans Dahl, Hildur Eyðunsdóttir, Mike Knight, Irena Jacobsen, Knút Jacobsen og Tróndur Djurhuus Miðskeiðisval verður í USA í morgin, tá amerikanarar skulu atkvøða um, hvør skal manna Umboðsmannatingið og Senatið, umframt at fleiri guvernørar skulu veljast og atkvøðast skal um ymsar lógarbroytingar. Nú stúra serfrøðingar fyri, at svikast kann við tølunum, og sostatt geva eina skeiva mynd av miðskeiðisvalinum, sum verður í morgin. Serfrøðingar ávara um, at nógvar valmaskinur, ið eru komnar fyri gomlu atkvøðuseðlarnar, eru ótíðarhóskandi og at tað tí er lætt hjá teldusníkum at falsa tølini á miðskeiðisvalinum. Prógv eru fyri, at tað í teimum flestu statunum er lætt at bróta inn í útgerðina og falsa við tølunum, sigur J. Alex Halderman, professari í teldufrøði í Michigan, sambært DR. Professarin vísti í september kongressini, hvussu lætt tað er hjá teldusníkum at sleppa inn í skipaninar, ið standa á fleiri túsund atkvøðustøðum í morgin. Í september kom eisini ein frágreiðing undan kavi, sum vísir á nógvu feilirnar í tøknini, sum verður brúkt á miðskeiðisvalinum í morgin. Frágreiðingin leggur millum annað dent á feilir, sum longu vórðu uppdagaðir í 2007. Tórshavnar kommuna fekk bara tað eina boðið uppá at byggja leiguíbúðir á einum lendi undir Kongavarða á Argjum. Tað varð greitt, tá freistin at bjóða uppá byggingina var úti klokkan 16 í dag. Margretha Hansen, sum er úr Skopun, og ungi rituvíkingurin Fríði Olsen hava júst keypt barnaheimið hjá pápa Fríða, har tey frammanundan hava búð í fýra ár. Í mong ár stóðu húsini fyri seg sjálvi ovast í bygdini. Á hvørjum ári hevur Magnus Højgaard eplaveltu og eplini vaksa væl í Rituvík. Konan Lis er úr Skagen og í donsku bílætabløðunum fylgir væl við hvussu tað gongur kongaligu familjuni í Danmark. Hjúnini Elly og Hanni Højgaard, sum eru 88 og 92 ára gomul, keða seg ikki eina løtu. Elly sigur, at hon hugsar yvirhøvur ikki um aldurin og Hanni sigur, at hóast hann bæði er illa gongdur og eyguni eru ring, gongur hann ofta túr í bygdini. Nú eru meira enn tveir triðingar í Eysturoyartunlinum boraðir. Tað upplýsir partafelagið Eystur og Sandoyartunlar í dag. Tilsamans eru nú 7.929 metrar av teimum 11.250 metrunum boraðir. Í síðstu viku vórðu sprongdir 159 metrar, og er hetta met. Tí ongantíð fyrr er so nógv sprongt eftir bara einari viku, tá 101 metur vórðu sprongdir Eysturoyarmegin. Eysturoyartunnilin verður eftir ætlanini liðugur um tvey ár, í 2020. Eysturoyartunnilin varð í 2014 mettur at fara at kosta umleið eina milliard krónur. Nú Framsókn fer at taka uppskotið um at útseta kvotuskipanina aftur, væntar løgmaður, at kreppan í samgonguni er av, og at hon fer at sita alt valskeiðið. Freistin at bjóða upp á íbúðarbyggingina fór seinnapartin, og eitt felag hevur boðið sær tll at byggja leiguíbúðirnar, upplýsir borgarstjórin. Pætur Trónd Thomsen verður stjóri á nýggja hotellinum hjá Smyril Line á Oknaregi í Havn, og hann verður sostatt nýggi superstjórin í hotellvinnuni Hesum boðar felagsskapurin frá í skrivi sent miðlunum, nú lógaruppskot um at loyva løgfrøðiligum kynsskifti er til fyrstu viðgerð í løgtinginum í dag. Samstundis kemur felagsskapurin LGBT eisini við eini áheitan um at málið um løgfrøðiligt kynsskifti verður viðgjørt hóvliga og virðiliga. LGBT Føroyar heitir á allar tinglimir um at vísa hógv og virðing fyri teimum menniskjum, sum lógaruppskotið rakar og teirra avvarandi undir viðgerðini av málinum, sigur nevndin í LGBT. Á tingfundinum í dag fæst at vita, um Framsókn tekur aftur uppskotið hjá sær um at útseta ígildiskomuna av kvotum frá 1. januar 2019. Men andstøðan hevur boðað frá, at tey fara leggja uppskotið fram aftur, og tað hava tey møguleika fyri, tí í tingskipanini stendur, at beint eftir at boðað er tinginum frá afturtøku, spyr løgtingsformaðurin, um annar løgtingsmaður, løgmaður ella landsstýrismaður tekur upp aftur uppskotið. Í tvey ár hava tey spælt fótbólt undir heitinum TB FC Suðuroy Royn í Suðuroynni, men tað er ikki vist, tey gera tað aftur næsta ár. Partarnir í felagsliðnum eru, sum skilst, ikki samdir um, hvar tey skulu spæla sínar heimadystir hesir dystir hava higartil verið spældir á vøllinum við Stórá í Trongisvági. Tað skulu teir eisini framyvir, siga umboðini í TB, men tað kunnu tey, sum umboða FC Suðuroy ikki góðtaka og tí eru tað tey, sum stúra fyri framtíðini hjá felagsliðnum. Í kvøld frættist væntandi meira um málið, tí formaðurin í FC Suðuroy, Julius Vest Joensen, hevur kallað inn til kunnandi fund, sum hann rópar tað, í kvøld klokkan sjey. Evnið á fundinum er eittans, støðan og framtíðin viðvíkjandi fótbóltinum í sunnaru helvt av Suðuroynni og fundurin verður í VB húsinum. Sambært uppskotinum, so skal ein persónur, kennir at lívfrøðiliga kynið er í andsøgn við kynssamleika sín kunna skifta kyn løgfrøðiliga, tað vil siga, at fáa nýtt p tal, so til ber at fáa nýtt navn samsvarandi samleika sínum, fáa nýtt samleikaprógv, koyrikort og pass. At duga at lesa eina støðu og fyribyrgja rokinum, áðrenn tað tekur tekur seg upp, er millum fremstu dygdir ein duravørður skal hava. Samrøðan verður gjørd við inngongdina til tað, sum í dag eitur Luux, men sum fyrr hevur havt mong onnur nøvn. Eitt nú Hølið, Tiffany, Berlin Rock Palace, Garðurin, Deep, Eclipse og ikki minst Club 20, sum var navnið í fleiri ár. Terji Nielsen heldur tað vera skilagott, at krøv verða sett til duravørðar. Til dømis krøv um at duga fyrstuhjálp og hava tikið brandskeið. Løgreglan hevur tískil biðið politiska myndugleikan umhugsa, um at tað ikki skal vera ein treyt fyri at fáa skeinkiloyvið, at duravørðar lúka ávís krøv. Semingsroyndin millum Skipara og Navigatørfelagið og Lønardeildina er útsett til fyrst í komandi viku. Tað sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður. Talan er um nýggja sáttmála millum Skipara og Navigatørfelagið og Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum um nýggjan sáttmála fyri Strandferðsluna. Fyrstu valhølini lata upp klokkan 12 í dag okkara tíð. Tá skulu amerikanarar atkvøða um, hvør skal manna umboðsmannatingið og senatið, umframt at fleiri guvernørar skulu veljast og atkvøðast skal um ymsar lógarbroytingar. Og tað eru serliga umboðsmannatingið og senatið, sum eyguni eru vend eftir. Tað eru tey bæði kømrini, amerikanska kongressin ella lóggávutingið er bygt á. Republikararnir hava í dag meirlutan í báðum kømrunum. Hetta ger tað munandi lættari hjá Donaldi Trump, forseta, at føra politikk sín. Í dag verður roknað við, at Demokratarnir fáa meirlutan í umboðsmannatinginum. Gera teir tað, koppar valdsjavnvágin og tað verður truplari hjá Donald Trump at føra politikk, sigur Regin Berg, stjórnmálafrøðingur. Trump sjálvur veit betri enn nakar annar, at nógv stendur upp á spæl í dag. Hann er ikki sjálvur fyri valið, men, sigur hann, í prinsippinum stendur hansara navn á atkvøðuseðlinum í dag. Trump segði á veljarafundi í gjár, at amerikanski búskapurin er so væl fyri sum næstan ongantíð fyrr, men hann sigur seg eisini bera banga fyri, at alt tað, hansara flokkur hevur avrikað, meðan tey hava sitið við valdið, kann fara fyri skeyti, um demokratarnir sleppa framat. Fyrstu valhølini lata upp á middegi okkara tíð, og tey seinastu valhølini lata aftur ein tíma eftir midnátt okkara tíð, altso klokkan eitt. Semingsstovnurin legði klokkan 10 semingsuppskot fyri partarnar, og tey hava fingið freist til klokkan hálvgum trý at svara Semingsstovinum, um tey góðtaka ella havna semingsuppskotinum. Line Elvs shagen vil gera alt, hon kann fyri at bjarga hvalum, fiskum og fuglum, sum doyggja av plasti í sjónum. Kunnu vit gera nakað, ella er longu ov seint Line Elvs shagen vil gera alt, hon kann fyri at bjarga hvalum, fiskum og fuglum, sum doyggja av plasti í sjónum. Kunnu vit gera nakað, ella er longu ov seint Prísurin á sethúsum og íbúðum í Havnini er næstan trífaldaður síðani 1985. Tað sigur Landsbanki Føroya í nýggjari frágreiðing um føroyska sethúsamarknaðin. Miðalprísurin fyri hvønn fermetur á íbúðum er tó við árunum blivin nakað hægri enn miðalfermeturprísurin á sethúsum, sambært frágreiðingini. Síðani í 90 unum hevur munurin á fermeturprísinum á íbúðum og sethúsum í Tórshavn verið javnur, men munurin er øktur nakað síðani 2007. Í dag eru íbúðir í høvuðsstaðnum lutfalsliga dýrari enn sethús, sambært Landsbankanum. Miðalfermeturprísurin á íbúðum er nú 10.000 krónur hægri enn á sethúsum. Miðalfermeturprísurin á íbúðum í Havn er nú 26.412 krónur meðan miðalfermeturprísurin á sethúsum í Havn er 16.382 krónur, sambært frágreiðingini. Ein av orsøkunum, til at íbúðirnar eru dýrari, er aldurin. Sethúsini eru eldri, og tí verða íbúðirnar lutfalsliga seldar fyri meira enn sethúsini, sigur Landsbanki Føroya. Hetta kann eisini vera tekin um, at eftirspurningurin eftir smærri bústøðum er størri enn eftir teimum størru bústøðunum, stendur í frágreiðingini hjá bankanum. Hoyr sendingina her Luttakarar, Leivur Petersen, Jákup Heri Leonson, Eyð Steinbjørnsdóttir, Tóri Højgaard, Terji Nielsen, Magnus Norðberg og Andras Sólstein Hetta valið er mitt í embætisskeiðnum hjá sitandi forsetanum, og upp á spæl eru 33 sessir í senatinum og 435 sessir til umboðsmannatingið. Valluttøkan verður væntandi væl hægri í dag, tí Trump er umstrýddur, og tað, at hann bleiv valdur, kom óvart á nógv fók, sigur Tóri Højgaard, sum er løgfrøðingur og hevur stóran áhuga fyri amerikonskum politikki. Men mann kann siga, at til hetta miðskeiðisvalið hava republikanararnir sett sjóneykuna á búðskapin, meðan demokratarnir hava tosað nógv um fáa Trump fyri ein ríkisrætt, sigur Tóri Højgaard. Í morgunsendingini greiddi Tóri Højgaard frá um miðskeiðisvalið, hvat tað er, og hvønn týdning tað kann fáa fyri sitandi forsetan. Meir enn helvtin av føroyingum 56 prosent eru ov feitir, meðan 42 prosent hava eina normalvekt. Sambært kanningini kunnu 13 bólkast at vera feit. Einfalda orsøkin til, at nógvir føroyingar eru ov feitir, er, at vit inntaka ov nógva orku, og vit brúka ov lítið av orku, sigur Magnus Norðberg, sum er útbúgvin í ítróttarvísund, mati og stoffskifti. Matgóðskan, á tí vit velja at eta, er ikki tann besta.Tað vil siga, at tað er nógv orka í matinum, vit eta, uttan at hann mettar tað stóra, sigur Magnus Norðberg og sipar til allar tær framleiddu vørurnar, vit eta. Gevið kommununum heimild at byggja kommunalar bústaðir, sigur Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu. Nei, sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu. Bæði eru samd um, at fleiri leigubústaðir mugu til fyri at nøkta bústaðartørvin, men borgarstjórarnir báðir eru grundleggjandi ósamdir, um tað er ein kommunal uppgáva ella ikki. Í gjár handaði Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, vinnarunum í filmskappingini hjá Umhvørvisstovuni vinningarnar, ein kekk og føroyskar plantur frá Skógrøktini. Tað var í juni mánað í ár, at Umhvørvisstovan lýsti við filmskapping. Endamálið var at gera film um, hvussu vit øll kunnu økja um endurnýtsluna av pappíri og pappi. Ikki færri enn 29 filmar komu inn, tá samanum kom. Dómsnevndin gjørdi av at lata trimum teimum bestu filmunum ein vinning. Besti filmurin gjørdist Papp dukkuhúsið , sum Jóhanna Katrina Jacobsen hevur gjørt saman við familjuni. Grundgevingin hjá dómsnevndini var at, Gjøgnumhugsaða hugskotið, fangandi myndirnar, skilagóða gentan og tey góðu ráðini um endurnýtslu av pappíri og pappi gjørdi, at dómsnevndin valdi henda filmin til at vera tann besta í kappingini. Papp dukkuhúsið hjá Jóhonnu Katrinu Jacobsen við familju. Filmurin Drongur teknar , sum Aron Mikkelsen hevur gjørt, fekk aðru virðislønina. Grundgevingin hjá dómsnevndini var hendan Tær frálíka góðu tekningarnar og skilagóða røddin, sum gevur góð ráð um at endurnýta papp og pappír, gjørdu, at dómsnevndin valdi henda filmin at vera tann næstbesta í kappingini. Drongur teknar Drongur teknar Umhvorvisstovan 2018. Á triðja plássi var Pappírsflog , sum næmingar í lærugreinini miðlakunnleiki á Glasi hava gjørt saman við lærara teirra, Hermann Eliassen. Dómsnevndin grundgav soleiðis Hugtakandi og tankavekjandi myndirnar og einfaldi boðskapurin gjørdi, at dómsnevndin metti henda filmin sum tann triðbesta í hesi kappingini. Triðja virðislønin var eitt gávubræv upp á 3.000 krónur. Filmskappingin varð fíggjað av smásamfelagsbólkinum undir Norðurlendska Ráðharraráðnum, IRF og Tórshavnar kommunu . Tað var Maria Gunnleivsdóttir Hansen saman við Heidi Mortensen frá Umhvørvisstovuni, sum tók stig til kappingina. Allir tríggir filmarnir vera at síggja í Gevið gætur sendingunum hjá Kringvarpinum seinni í vetur. Hann hevur fingið amerikanskan ríkisborgaraskap, og fer fyri fyrstu ferð á val í dag. Hann heldur, at hetta miðskeiðisvalið hevur stóran týdning, og tað sæst bæði á veljaraluttøkuni og í miðlunum. Talan er um eitt val fyri ella ímóti Trump, heldur Meinhard St John, og valið kann hava stóran týdning fyri fleiri stór mál og fyri Trump. Fáa demokratarnir meiriluta í Umboðsmannatinginum, kann Trump verða noyddur at almannakunngerða millum annað skattupplýsingar, og sostatt kann valið seta ferð á kanningum av Trump, vísur Meinhard St Joh á. Í fyrra tímanum eru teir báðir stjórnmálafrøðingarnir Erik Løksagarð Absolonsen og Regin Berg í útvarpsstovuni og greiða okkum frá miðskeiðisvalinum. Vit sláa eisini upp á tráðin til New York, har føroyski politikarin Hanna Jensen úr Framsøkn er stødd, og vit práta við Erik Biskupstø, sum júst er komin aftur úr ørindum í USA. Vit tosa somuleiðis við føroyingin Meinhard St. John. Hann býr í San Fransisco og hevur fingið amerikanskan ríkisborgararætt, og kann sostatt greiða atkvøðu á miðskeiðisvalinum í dag. Í seinna tímanum skifta vit orð við Jan Múller, fyrrverandi blaðstjóra og eygleiðara, ið hevur serligan áhuga fyri amerikonskum politikki. Og so kemur løgfrøðingurin Tóri Højgaard, sum hevur serligan áhuga fyri amerikonskum politikki, at meta um rák og prognosur, nú amerikanska miðskeiðisvaldagurin er í hæddini. Nón tosaði við hann, tá hann var staddur uttanfyri eitt av valstøðunum í West Hollywood. Hann heldur ikki at valstríðið sæst so væl aftur í býarmyndini og í dáminum í býnum, hóast valið er týdningarmikið. Men valstríðið er hinvegin sera sjónligt í sjónvarpinum og á netinum. Christian Nagata búði í Los Angeles frá 1998 til 2004. Tá var Bill Clinton forseti, og Christian Nagata heldur, at Kalifornia er nógv broytt síðani hann búði har. Sera nógv byggivirksemi er, og stættarmunurin sæst betur, tí fleiri heimleys eru at síggja á gøtununum. Avtalan, sum Tórshavnar kommuna gjørdi við Daniellu Olsen um húsini í Gundadali, var, at tey skuldu sleppa at standa so leingi, hon livdi. Regin Berg, stjórnmálafrøðingur, sum var í sjónvarpsstovuni og metti um valið, sigur, at hóast talan er um at velja fólk í umboðsmannatingið og senatið, er valið líka nógv um Donald Trump, forseta, og politikkin, sum hann rekur. Fláabygnaður. Í aðru sending verður greitt frá Føroyum, sum tær síggja út í dag, frá teimum niðastu basaltfláunum, sum eru í Suðuroy, Mykinesi og Vágum, kolinum, gosmyrjuni, miðfláunum og til ovastu basaltfláirnar, sum eru eystantil í Føroyum. Jóannes Rasmussen, jarðfrøðingur, sáli, greiðir frá. Røringar og innskot. Triðja sendingin snýr seg um innskotini gongir, óreglulig innskot og syllar, hvønn uppruna, tey hava, og hvussu tey taka seg út í landslagnum. Jóannes Rasmussen greiðir frá. Lagt til rættis Martin V. Heinesen og Helgi Jacobsen. Uppskotið er óvanligt, tí Kristin Michelsen, sum er í tinginum fyri Javnaðarflokkin, hevur lagt uppskotið fram saman við øllum flokkunum í andstøðuni. Uppskotið loyvir landsstýrismanninum í samferðslumálum at skipa fyri, at nýggjur tunnil og vegir verða gjørdir úr Øðravík til Fámjins. Nú er meira enn mánaður síðani, at júst tunnilin til Fámjins gjørdi, at Henrik Old legði frá sær sum landsstýrismaður í samferðslumálum. Fólk, sum búgva í Danmark, men eitt stutt skifti hava búð í Føroyum, fáa bara fólkapensjón fyri tíðina, tey hava búð í Danmark. Føroyar telja ikki við, hóast Føroyar eru í ríkinum, sum lógin vísir til. Fyri aðru ferð hevur Søren Pape Poulsen, løgmálaráðharri, í svari til Føroyanevndina hjá fólkatinginum, sum spurdi fyri Sjúrð Skaale, fólkatingsmann, víst til Arbeiðsmálaráðið. Søren Pape Poulsen, løgmálaráðharri, svarar, at ongar reglur eru um, hvussu tað eigur at skiljast, tá skrivað verður her i landet og her i riget í donskum lógum. Fíggjarnevndin hjá løgtinginum heldur vera umráðandi, at landsstýrið fær avgreitt øll formlig og fíggjarlig viðurskifti við sjálvsognarstovnin, áðrenn farið verður at byggja nýtt barnaheim. Samstundis skal landsstýrið skipa fyri, at ognin hjá verandi barnaheimi fer upp í verkætlanina at bygga nýtt barnaheim sum stovnsfæ. Stýrið hevur boðað frá, at tað vil samráðast um, hvussu og í hvussu stóran mun stýrið kann vera við til at fíggja nýtt barnaheim. Men treytin er, at stýrið fyrst fær ein leigusáttmála við Almannamálaráðið ella Almannaverkið um bygningin hjá Barnaheiminum og økið við Pedda við Steinsgøtu í Havn. Tað merkir, at landið rindar húsaleiga, so grundarlag er fyri at fara undir mest átrokandi viðlíkahaldið og annars vanligt viðlíkahald. Tá hesi viðurskifti eru komin í rættlag, er stýrið sinnað at venda aftur til málið um at vera við til at til fíggja nýtt barnaheim, hevur Fíggjarnevndin fingið at vita frá Almannamálaráðnum. Endaliga úrslitið er ikki greitt enn, tí tað er ikki liðugt at telja allastaðni, men í samteljingini higartil hava demokratarnir vunnið 214 sessir og republikanski flokkurin 197 sessir. Higartil eru 411 av 435 sessum liðugt taldir. Úrslitið merkir, at Demokratarnir nú hava frægari møguleika at verða andstøða móti republikanska flokkinum og politikkinum, ið verður førdur. Frammanundan valinum hevði republikanski flokkurin ræði á bæði senatinum og umboðsmannatinginum, ið saman eru lóggevandi valdið í USA. Tað er heldur ikki liðugt at telja atkvøður til senatið, men í løtuni sær út til, at republikanski flokkurin framhaldandi fer at hava meirilutan møguliga eisini økja um meirilutan. Tað eru 100 sessir í amerikanska senatinum, tveir fyri hvønn stat. Tað vórðu tó bara 35 sessir, sum kappast var hesaferð flestu av teimum vórðu sessir, ið Demokratar sótu í. Hann sigur, at FC Suðuroy hevði samtykt á fundi fyrr í ár, at um samstarvið skuldi halda fram, so ynsktu tey eitt javnbjóðis samstarv, felags roknskap, nýtt felag og nýtt navn, umframt at spælast skuldi bæði í Vági og í Trongisvági. Eitt nú hevur nevndin í TB sagt við hini feløgini í samstarvinum, at tey ynskja ikki at spæla dystir í Vági, hóast ein munnlig avtala varð gjørd um júst tað. Hoyr sendingina her Luttakarar, Julius Vest Joensen, Beinta Løwe, Eyðun Gaard, Hans Martin Andreasen, Jákup Zachariassen og Jógvan Zachariassen Mette Askov fekk ov stóra ábyrgd, tá hon var barn. Avleiðingin var, at hon fór at hoyra røddir inni í høvdinum eina kvinnu rødd og tvær mannfólkarøddir. Hon varð innløgd á psykiatriskari deild í átta ár og endin var at hon varð heilt apatisk. Til ein dagin,tá eitt viðgerðafólk fór at spyrja Mette meiri um røddirnar. 25 nýggjar og eldri upptøkur eru á útgávuni. Eldri upptøkur, har Zacharias sjálvur syngur, og nýggjar, sum Jákup hevur tikið upp og lagt tilrættis. Talið av fosturtøkum í Føroyum er støðugt minkað seinastu nógvu árini. Seinastu gott 20 árini er talið minkað úr góðum 40 fosturtøkum um árið niður í 19 í fjør. Fosturtøkutíttleikin í Føroyum eru 29 fosturtøkur fyri hvørji 1000 fødd. Tað er nógv lægsti títtleikin í Evropa, har miðaltíttleikin í øllum ES londum er 200 fosturtøkur fyri hvørji 1000 fødd. Samráðingareiðarin, Herluf Sigvaldsson, sigur, at støðan eftir strandalandasamráðingarnar, sum hava verið í London seinastu dagarnar, er tann, at strandalondini eru komin ásamt um eina mest loyvda veiðu á sild og svartkjaft fyri 2019, men enn er semja ikki funnin um býtið. Har hevur verið roynt at leingja semjuna, sum var gjørd í 2014 og at áseta eina mest loyvda veiðu fyri 2019, men enn er ikki komið á mál. Tað sigur Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, nú tað vísir seg, at neyðugt er at játta 18,7 milliónir krónur afturat til verkætlanina. Verklagslógin sigur 635 milliónir. Men rokningin higartil sigur 653 milliónir. Fyri tað fyrsta er Landsverk í einum trætumáli við arbeiðstakarar um rokningar fyri tilsamans 7,7 milliónir krónur. Pengar, sum Landsverk ikki vil gjalda, og tí ikki biður um pengar til í hesum umfari. Afturat trætumálinum um 7,7 milliónir og møguligum eykarokningum, sum koma afturat so liggur eitt risastórt gerðarættarmál millum Landsverk og TG Verk og spøkir. Partarnir hava krøv móti hvørjum øðrum fyri 70 til 80 milliónir. Í fjørsummar játtaði løgtingið sjey milliónir krónur til eina serliga flagtekju á skúladepilin í Marknagili í Havn. Talan er um eina serliga sedum flagtekju, ið er væl lættari enn vanligt flag. Framvegis er eingin flagtekja løgd á og Landsverk veit framvegis ikki, um tað yvirhøvur ber til at leggja hesa serligu flagtekju á bygningin. Stjórin á Landsverki vísir á, at til ber ikki at leggja vanliga, føroyska flagtekju á bygningin, tí tað takið vil vera ov tungt í mun til konstruktiónina á bygninginum. Men pengarnir fyri flagtekjuna, sjey milliónir krónur, eru brúktir. Teir eru farnir til at gjalda aðrar eykarokningar, sum stinga seg upp, nú arbeiðið hjá arbeiðstakarunum skal gerast upp. Stjórin á Landsverki kom aftur í brennidepilin, tá løgtingið í gjár varð biðið um at játta 18,7 milliónir krónur afturat til Skúladepilin í Marknagili í Havn. Í hesi samrøðuni spyrja vit Ewald Kjølbro, hví pengarnir ikki passa á Glasi. Hví eingin sedum flagtekja er løgd á tekjuna á Glasi, hóast løgtingið hevur játtað sjey milliónir til júst hesa endamál og pengarnir eru brúktir. Og vit spyrja Ewald Kjølbro, um fleiri eykarokningar eru í væntu. Regin Dahl skald, tónleikari og tónaskald hevði fylt 100 ár mándagin 5. november, og tí hava vit sett allan hendan mentanarmikudagin av til útlagna skaldið og tónasmiðin. Vit leggja fyri við at hoyra Guðruna Gaard, sum hevur skrivað ph.d. ritgerð um Regin Dahl, greiða frá um hansara lív og virki við serligum atliti at hansara skaldsliga virksemi. Halgir Winther Poulsen frá forlagnum Orð og løgum sigur frá útgávunum hjá Regini Dahl og kemur eisni inn á nýggju bókina, Dansa við deyðans grindir, ið telur 120 yrkingar í úrvali eftir Heðin M. Klein. Kim Simonsen bókmentafrøðingur hevur í sambandi við 100 ára dag Regin Dahls gjørt eitt frímerki í samstarvi við Posta. Á Landsbóksavninum er Dahl framsýning við handritum og øðrum fyriskipað. Laura Winther bókavørður greiðir frá framsýningini. Abbabørnini hjá Regini, Laura og Jakob Illeborg eru bæði tónleikarar, búsitandi og uppvaksin í Danmark. Tey vóru í Føroyum í samband við 100 ára føðingardagin hjá abbanum. Fyrst í seinna tímanum fer Knút Háberg Eysturstein, tónleikafrøðingur, at lýsa Regin Dahl sum tónaskald og sangara. Og til endans fara Hanus Kamban, Carl Johan Jensen og Heðin Klein at lýsa Regin Dahl sum yrkjara og persón. Amerikanska miðskeiðisvalið hevur verið eitt val um Trump men vann hann ella tapti hann Tað umrøða Tóri Højgaard og Sjúrður Skaale í dagsins Radara. Vanliga er ikki stórur áhugi fyri amerikanska miðskeiðisvalinum, men amerikanski veljarin er vaknaður bæði tann, sum vil hava Trump, og tann sum ikki vil hava hann. Valluttøkan er nógv hægri møguliga 20 prosent hægri enn hon var seinast miðskeiðisval var. Trump misti Umbosmannatingið, men tað er ikki óvanligt til miðskeiðisvalið hetta er ein skipan, sum kann vera sera avmarkandi fyri amerikanska forsetan, siga teir báðir, Sjúrður Skaale og Tóri Højgaard. EIK Dómur er fallin í sakarmálinum millum Fíggjarligt Støðufesti og EiK Danmark. Men enn koyrir sakarmálið ímóti føroyska Eik bankannum. Gevur frídømingin av leiðsluni í EIK Danmark nakra ábending um, hvussu úrskurðurin í málinum móti føroyska móðurbankanum verður Og hvat kann man loyva sær í fíggjarheiminum í dag hvussu eru reglurnar herdar KÍF hevði undan dystinum í kvøld í Hoyvík bara vunnið ein dyst í ársins landskapping, sum var ein trivaligur sigur á H71 í øðrum umfari. Hjá KÍF vóru tað serliga Hans Eli Sigurbjørnsson og Borko Cubara, sum stóðu fyri málskjótingini við ávikavist tíggju og sjey málum. Spenningurin er framvegis stórur í kappingini hjá monnunum, tí enn hava øll feløgini realistiskan møguleika at náa hálvfinaluplássi. Støðan 1.VÍF 6 dystir 9 stig 2.Kyndil 7 dystir 8 stig 3.Neistin 6 dystir 8 stig 4.H71 6 dystir 6 stig 5.KÍF 6 dystir 5 stig 6.STÍF 5 dystir 4 stig 7.Team Klaksvík 6 dystir 2 stig Persónstalið verður eisini brúkt í kirkjubókum, í skattamálum, umsóknum um lestrarstuðul og politiið brúkar eisini talið, tá føroyingar fáa koyrikort. Tingmaðurin spurdi, um nøkur tøknilig ella løgfrøðilig forðing er fyri, at føroyingar, tá teir eru føddir, umframt P tal fáa eitt danskt CPR tal. Bárður á Steig Nielsen sigur, at svarið staðfestir, at ongar forðingar eru fyri at brúka og samkoyra føroyska P talið og danska CPR nummarið. Spurningurin er nú, sigur hann, um politiskur vilji er í Føroyum til at gera nakað ítøkiligt við hetta málið, so allir føroyingar lættari kunnu útvega sær danskt CPR nummar. Løgtingið skal í dag taka støðu til eitt uppskot frá Miðflokkinum um at seta á stovn ein Bústaðarbanka, hvørs endamál er at veita fígging til bústaðarbygging og bústaðarkeyp kring landið. Millum annað skal almenni bankin sleppa at veita serlig byrjanarlán til tey, ið keypa sín fyrsta bústað, og eitt útjaðaralán, sum kann verða við til at birta uppundir áhugan hjá fólki at keypa ognir í útjaðarøkjum í landinum. Stovnsfæið í bankanum skal verða 500 milliónir krónur, ið skulu útvegast við at selja ognarlutin hjá Føroya Landsstýri í Bank Nordik. Miðflokkurin sigur í viðmerkingum til uppskotið, at tað er trupult hjá bankum og fíggingarstovnum annars, at loysa bústaðarkreppuna, sum nógv í Føroyum eru í, og tí eigur tað almenna nú at traðka til. Amerikanski forsetin, Donald Trump segði í gjár løgmálaráðharran, Jeff Sessions úr starvi og hótti við báli og brandi, um demokratarnir brúka sín nýggja meirluta í Umboðsmannatinginum at seta kanningar í verk av umsitingini og fíggjarligu viðurskiftunum hjá sær. Vátt kom í reiðsrið millum Trump og Sessions, tá løgmálaráðharrin segði seg vera ógegnigan í sambandi við kanningarnar um, hvørt Russland blandaði seg upp í forsetavalstríðið í 2016. Reuters skrivar, at Sessions er tann fyrsti av væntandi fleiri útskiftingum, nú Trump fer at fyrireika sítt lið fram móti forsetavalinum í 2020. Trump hevur útnevnt Matthew Whitaker fyribils at taka yvir eftir Sessions. Whitaker hevur áður verið atfinningarsamur móti serliga kanningarleiðaranum, Robert Mueller, sum enn ikki er liðugur við sítt kanningararbeiði av møguligum sambandi millum Trump valstríðsliðið og Russland. Nancy Pelosi, sitandi forkvinna hjá demokratunum í Umboðsmannatinginum, skrivar á twitter, at stigið er ein roynd at seta fót fyri Russlandskanningini, og hon mælti Whitaker til at skýra seg ógegnigan í øllum, sum hevur við Mueller kanningina at gera, skrivar Reuters. Semingsstovnurin gavst týsdagin við royndunum at fáa eina seming millum Ljósmøðrafelagið og Fíggjarmálaráðið, tí ljósmøðurnar havnaðu uppskotinum, sum fyrilá. Annika Hoydal, forkvinna í Ljósmøðrafelagnum, segði við Dag og Viku týskvøldið , at Ljósmøðurnar havnaðu semingsuppskotinum, sum varð lagt fram fyri partarnar týsdagin, tí at kravið um løn í mun til ábyrgd ikki varð bjóðað ljósmøðrunum. Jóannes Erik Køtlum, sjúkrahússtjóri, hevur sagt við útvarpið, at tey eru farin undir at fyrireika seg til verkfallið, og at tey fara at biðja ljósmøðurnar um undantøk frá verkfallinum, skuldi tørvur verið á tí. Øll bráðfeingis hjálp verður veitt tað er at hjálpa til børnum til verðina, og tað, sum ikki er bráðfeingis, verður ikki veitt, segði forkvinnan í Ljósmøðrafelagnum í tíðindasendingini týskvøldið. Vit eru við Fredrikstad, har Glomma rennur út í havið. Vit heilsa upp á ta ungu skarvabøguna og fyrstu ungar hennara. Nær við Gamlabý hevur kavaraparið trupulleikar við kærleikslívinum, og longri uppi í ánni er laksurin afturkomin úr norðuratlantshavi. Mariann Sæther, heimsmeistari í áarpadling, og Morten Kraabøl, ferskvatsnsbiologur, vísa okkum ánna Glomma. Siri og Jørn flyta í eina smáttu í Lofoten við tveimum smádreingjum. Her ætla tey sær at búgva, her eru ongir grannar, eingin vegur og eingin streymur. Familjan skal hava eitt ár frí frá tí tronga skemanum, tey skulu verða sjálvbjargin við mati, og kærleikslívið skal blóma Verður tað, sum tey droyma um Partar av vrakinum eru í varðveitslu á Tjóðsavninum, meðan aðrar partar hava fólk tikið, ivaleyst stutt eftir, at skipið rendi á land. Tveir serfrøðingar, Philipp Grassel, Ph.d. í havfornfrøði, sum arbeiðir á Deutsche Schifffahrtsmuseum í Bremerhaven, og Kevin Martin, havfornfrøðingur, sum er íri og í løtuni ger eina Ph.d í Íslandi, eru komnir til Føroyar at kanna forna skipsvrakið nærri. Fleiri túsund áir og løkir verða til longstu og størstu á í Noregi. Við Elverum síggja vit millum annað ein fisk, sum endar sítt fimm ára langa lív við at elska í tvær vikur. Áarpadlarin Mariann Sæther og Morten Kraabøl lívfrøðingur uppliva ánna saman við okkum. Við Lillestrøm hevur Glomma skapt størstu oyri í Norður Evropa. Her heldur bævur, hegri og svali til. Men plássið ber eitt lívshóttandi loyndarmál. Áarpadlarin Mariann Sæther og biologurin Morten Kraabøl fylgja ánni. Ein triðingur av pengunum, sum Felagið Føroysk Tónaskøld lat úr Kodagrunninum í fjør, fór til verkætlanir, sum nevndarlimirnir sjálvir vóru partar av. Tú hevur greiðar reglur fyri, hvussu tú handførir ógegni. Tú kanst ikki viðgera tínar egnu umsóknir, og tí fer viðkomandi út, tá umsóknin verður viðgjørd, sigur Niels Mosumgaard, nevndarformaður í Koda. Verkfallið ávirkar virksemið á føðideildini og í ljósmøðraskipanini. Tí skulu allar barnakonur, sum meta, at tær eru í føðing ella hava átrokandi tørv, ringja á høvuðsnummarið hjá Landssjúrkahúsinum, sum er 30 45 00. Síðani verða tær stillaðar um til ábyrgdarhavandi. Landssjúkrahúsið sigur, at tað er alneyðugt, at barnakonur ringja á Landssjúkrahúsið og boða frá, áðrenn tær koma á føðideildina. Barnakonur, har vanligar umstøður eru eftir føðing, skulu rokna við at verða útskrivaðar, so skjótt sum tað er ráðiligt, sigur Landssjúkrahúsið. Leiðslan á Landssjúkrahúsinum hevur biðið um, at ljósmøðurnar eru til staðar í sama mun, sum tá einki verkfall er, sigur Annika Hoydal, forkvinna í ljósmøðrafelagnum. Tær hava vrakað tvær umsóknir um undantøk frá leiðsluni á landssjúkrahúsinum í tí seinna vil leiðslan, at tær eru tvær vaktir til staðar á deildini, men tað vilja ljósmøðurnar ikki. Bráðfeingishjálp merkir, at bráðfeingishjálp verður veitt øllum barnakonum, sum skulu eiga, samstundis sum at ljósmóðir er til staðar, tá annar bráðfeingis tørvur er. Jóanis Erik Køtlum, sjúkrahússtjóri, sigur, at í samband við barnsburð er tað umráðandi at skjót hjálp altíð er tøk. Tí vilja tey hava, at ljósmøður eru til staðar á sjúkrahúsinum alla dagin. Annað innslag er prát við Hans Jacob Kollslíð og Kára Sverrison, sum hava samstarvað um nýggja tónleikaútgávu, sum byggir á aldargamlar kinverskar yrkingaræ. Fyri fleiri árum síðani datt Hans Jacob Kollslíð fram á eitt yrkingasavn Eystanduni sum gamli landslæknin hevði týtt úr kinverskum. Helga Guttensen skal møguliga setast í gongd mánadagin men enn veit hon einki hvørki um hon skal møta mándagin, ella um hon kann setast í gongd, tá verkfall er. Aldursspennið er vítt, frá 17 ár til 33 ár. Yngsti leikarin er Marita Mortensen, sum skal royna seg á A landsliðnum fyri fyrstu ferð. Hon hevur eisini víst til landsliðssavningar, hvør dugur er í henni, so eg síggi hana sum ein spennandi leikara, ið kann fáa ein týðandi leiklut fyri A landsliðið í framtíðini, sigur landsliðsvenjarin við hsf.fo Áðrenn leiðin gongur til Sveis, fer kvinnulandsliðið til Íslands, har tær skulu spæla tveir venjingardystir móti íslendska A landsliðnum. Landsliðshópurin Viviann Petersen, VÍF Ragnhild á Heygum, VÍF Pernille Brandenborg, Vendsyssel Ninna Johansen, Aalborg HK Kristianna H. Joensen, Skanderborg H ndbold Siw Matras, TMS Ringsted Bjarta O. Johansen, Kyndil Bára K. Hansen, Kyndil Súna K. Hansen, Kyndil Turið Arge Samuelsen, Haukur Durita Christophersen Jojic, VÍF Halla Midjord, VÍF Daniella Joensen, VÍF Tóra Eliasen, Stjørnan Maria Halsdóttir Weyhe, H71 Marita Mortensen, H71 Alivinnan flytur út fyri milliardir hvørt ár, men vinnan hevur fleiri umhvørvisligar skuggasíður. Meðan alivinnan hevur vaksið seg risastóra, hevur eingin kannað langtíðaravleiðingar av alivirksemi á føroysku náttúruna. Hetta er søgan um tað, sum hendir undir vatnskorpuni um skuggasíður í eini blómandi alivinnu, eina dølska politiska skipan, eina harðbalna innløgumentan og eina tigandi og eitt sindur gloymda føroyska náttúru. Hoyr sendingina her Luttakarar, Terje Johannesen, Helgi Michelsen, Philipp Grassel, Kevin Martin, Rógvi Olavson, Elin Súsanna Jacobsen, Guðrið Poulsen, John Martin Olsen og Jan Fossaberg Jóanis Erik Køtlum, sjúkrahússtjóri, sigur, í samband við barnsburð, er tað umráðandi at skjót hjálp altíð er tøk. Tí vilja tey hava, at ljósmøður eru til staðar á sjúkrahúsinum alla dagin. Karin Kjølbro var saman við Jonu Henriksen, ein av fystu kvinnunum, sum varð vald beinleiðis í løgtingið í Føroyum fyri 40 árum síðani. Men longu í 1971 tók hon sæti á tingi sum varafólk. Men Karin Kjølbro var ikki bara undangongukvinna á politiska pallinum. Hon var eisini ein av fyrstu útbúnu sosialráðgevunum í Føroyum og fyrsti leiðarin av Kriminalforsorgini, sum hon bygdi upp, og starvaðist sum leiðari fyri til 2012, tá hon fór frá fyri aldur. Hon var við til at seta felagið Javna á stovn í 1971, og var virkin í Kvinnufelagnum, har hon eisini var forkvinna í nøkur ár. Eisini hevur Karin Kjølbro verið redaktørur á blaðnum 14. september hjá Tjóðveldisflokkinum, forkvinna í ALS og nevndarlimur í Norðurlandahúsinum. Tey 12 árini, Karin Kjølbro sat á tingið, arbeiddi hon serliga við málum sum snúðu seg um javnstøðu, javnrættindi og sosial viðurskifti, og slóðaði fyri á hesum økjunum. Millum annað legði hon javnstøðulóg fyri tingið, talaði fyri at broyta 266 B, so samkynd vóru vard av lógini, longu í 1989. Vit ynskja, at tað framhaldandi vera trý feløg í Suðuroynni, sum skipa barnafótbóltin hvør sær, men sum samstarva um vaksnamannafótbólt, sigur formaðurin í TB við Kringvarpið. Higartil eru teir allarflestu dystirnir hjá TB FCS Royn spældir við Stórá í Trongisvági. FC Suðuroy ynskir, at dystirnir eisini skulu spælast í Vági. TB heldur fram í bestu deildini, men tað fer helst at blíva ógvuliga trupult at manna ein kappingarføran hóp, um eingin vábingur heldur fram í felagnum. Tað er ógvuliga keðiligt, at vit standa í hesari støðuni so seint á árinum. Hetta er tíðin, har feløgini brynja seg til komandi kappingarár. Men vit kunnu ikki leita eftir nýggjum venjara og nýggjum spælarum, fyrr enn vit vita, hvør støðan hjá okkum er, sigur Henrik Thomsen, formaður í TB. Tveir av profilunum hjá TB FC Suðuroy Royn, Salmundur Bech og Búi Egilsson, sum báðir hava sín uppruna úr FC Suðuroy, hava sagt við bolt.fo , at teir umhugsa at spæla aðrastaðni komandi kappingarár, um boð eru eftir teimum. Í kvøld verða M. A. Jacobsens og barnamentanarheiðurslønirnar, og fyri løtu síðani varð greitt, at Rannvá Holm Mortensen fekk fagurbókmentaheiðurslønina fyri langyrkinginabókina Sólsmakkur . Nevndin, sum við fimm limum umboðandi býráðið, Fróðskaparsetrið og Rithøvundafelagið, hevur gjørt av, at Rannvá Holm Mortensen skuldi fáa virðislønirna fyri fagrar bókmentir. Nevndin hevði heimild til at lata færri enn tríggjar virðislønir og eisini onga at lata. Í grundgevingini varð millum annað sagt, at tann gjøgnumkomponeraða heildin av teksti og myndum lýsir lívsins gongd hjá tilkomnari kvinnu. Teir berandi myndburðirnir eru nágreiniliga evnaðir til og endurtiknir nakrar fáar væl úrvaldar ferðir eitt satt meistaraverk . Virðislønin varð fyrstu ferð latin í 1958. Tað var Rithøvundafelagið, sum heitti á Tórshavnar býráð um at stovna eina árliga bókmentavirðisløn. Virðislønin skuldi bera navn eftir mentamannin Mads Andrias Jacobsen, ið millum annað var rithøvundur, lærari, bókavørður og borgarstjóri í Havn. Fyrstu nógvu árini æt virðislønin Bókmentavirðisløn M. A. Jacobsens, og talan var bara um eina virðisløn. Í 1996 varð reglugerðin broytt, soleiðis at 3 virðislønir kundu latast, og navnið varð broytt til Mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens. Í kvøld verða M. A. Jacobsens og barnamentanarheiðurslønirnar latnar. Nevndin, sum við fimm limum umboðandi býráðið, Fróðskaparsetrið og Rithøvundafelagið, hevur gjørt av, lata Edwardi Fuglø M. A. Jacobsens virðislønina fyri ársins mentanaravrik 2018. Tað er fyri verk hansara, tey tíggju trærelieffini sum mynda Jesus frá Nazaret, sum prýðir kirkjukjallarin í Christianskirkjuni í Klaksvík. Í grundgevingini varð millum annað sagt, at tey tíggju relieffini úr nógvum ymiskum træsløgum um søguna hjá Jesusi úr Nazaret er eitt høvuðsverk í nútímans føroyskari list. Tað sameinir tað hugsanarsama hugskotið við ein at síggja til einfaldan rundan form, sum kortini er fjølbroyttur, tá hugt verður nærri at teimum einstøku relieffunum. Fyndugi formurin og myndasøguliga frásøgnin við innsettum lutum úr gerandisdegnum gera, at verkið er bæði álvarsamt, skemtiligt og hugvekjandi á ein hátt, sum talar til øll . Talan er um tríggjar virðislønir, sum verða latnar í kvøld. Rannvá Holm Mortensen fekk fagurbókmentavirðislønina fyri langyrkinginasavnið Sólsmakkur . Virðislønin varð fyrstu ferð latin í 1958. Tað var Rithøvundafelagið, sum heitti á Tórshavnar býráð um at stovna eina árliga bókmentavirðisløn. Virðislønin skuldi bera navn eftir mentamannin Mads Andrias Jacobsen, ið millum annað var rithøvundur, lærari, bókavørður og borgarstjóri í Havn. Fyrstu nógvu árini æt virðislønin Bókmentavirðisløn M. A. Jacobsens, og talan var bara um eina virðisløn. Í 1996 varð reglugerðin broytt, soleiðis at 3 virðislønir kundu latast, og navnið varð broytt til Mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens. Í kvøld vórðu M. A. Jacobsens og Barnamentanarheiðurslønirnar, og fyri løtu síðani varð greitt, at Vár Berghamar Jacobsen fekk Barnamentanarheiðurslønina. Nevndin, sum við fimm limum umboðandi býráðið, Fróðskaparsetrið og Rithøvundafelagið, hevur gjørt av, at Vár Berghamar Jacobsen skal heiðrast fyri hennara drúgva íkast til barnamentanarpallin. Nevndin hevði heimild til at lata færri enn tríggjar virðislønir og eisini onga at lata. Vár Berghamar Jacobsen hevur millum annað skrivað og leikstjórnað sjónvarpsrøðina Likkulikkuleia , sum hon saman við ommuni úr Dali gjørdi til fólkaogn. Hon hevur eisini skrivað útvarpsleikin Luddi og Lundisa , leikritið til jólakalendarin og sangleikin Jól í grannalgnum og verið við til at geva út søgufløguna Søguskríni . Í grundgevingini varð millum annað sagt, at Vár hevur við sínum fjølbroyttu gávum og livandi hugflogi givið føroyskum børnum ein litríkari og stuttligari heim at liva í . Talan var um tríggjar virðislønir, sum vórðu latnar í kvøld. Rannvá Holm Mortensen fekk fagurbókmentavirðislønina fyri langyrkingabókina Sólsmakkur , meðan Edward Fuglø gjørdist ársins mentanaravrik. Virðislønin varð fyrstu ferð latin í 1958. Tað var Rithøvundafelagið, sum heitti á Tórshavnar býráð um at stovna eina árliga bókmentavirðisløn. Virðislønin skuldi bera navn eftir mentamannin Mads Andrias Jacobsen, ið millum annað var rithøvundur, lærari, bókavørður og borgarstjóri í Havn. Fyrstu nógvu árini æt virðislønin Bókmentavirðisløn M. A. Jacobsens, og talan var bara um eina virðisløn. Í 1996 varð reglugerðin broytt, soleiðis at 3 virðislønir kundu latast, og navnið varð broytt til Mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens. Vit senda beinleiðis tá ið Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens og Barnamentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs verða handaðar á almennari samkomu í Müllers Pakkhúsi. Ein umbøn um 18,7 milliónir krónur í eykajáttan til Glasir er til viðgerðar í tinginum í løtuni, men fleiri eykarokningar fara at koma. Tað hevur politiska skipanin fingið at vita, og tí hevur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, givið Landsverki boð um at útgreina, hvussu nógvar eykarokningar koma, so tær kunnu leggjast aftrat teimum 18,7 milliónunum, sum biðið er um. Har kommuna hevur gift fólk við sama kyni, hevur Heilsu og innlendismálaráðið fingið upplýst, at tá fólk verða borgaraliga vígd, verður ikki skrásett, hvat kynið er. Sirið Stenberg sigur eisini, at danir broyttu orðingina í hjúnabandsbókini. Har stóð til 1.juli í fjør kvinnan og maðurin. Nú stendur maki 1 og maki 2. Hetta kann tó broytast aftur, nú føroyingar á ólavsøku í ár yvirtóku familjurættin, sigur Sirið Stenberg, sum tó ikki umsitur málsøkið longur. Ein onnur broyting, sum danskir myndugleikar gjørdu í fjør, er, at nú stendur ikki longur maður og kvinna í vígslubrævinum, men bara nøvn teirra, sum eru gift. Føroyska alivinnan dálkar illa og hevur eftir øllum at døma stóra ávirkan á umhvørvið í firðunum kring landið. Tað er ein av niðurstøðunum í sendingini Undir laksin , sum var send í sjónvarpinum í gjárkvøldið. Har kom millum annað fram, at hvørt samdøgur koma fimm tons av lívrunnum avfalli undan einum vanligum alibrúki við 5000 tonsum av fullvaksnum laksi. Sí brot úr sendingini omanfyri. Men tá laksurin veksur, veksur nøgdin av skarni og tá fara botndjórini at trívast verri. Tí lívrunnið tilfar, skarn og fóður brúka ilt at verða niðurbrotið, og tí verður minni ilt hjá botndjórum at liva av, eitt nú hummara og øðrum krabbadjórum, sum rýma úr økinum, men eisini vanligur fiskur rímur. Smærri djór brúka minni ilt og tola tí meiri dálking, men sambært sendingini rýma tey eisini undan dálkingini undir ringunum. Eitt av álvarsamastu dálkingarevnunum er bakterian begiatoa, sum ofta verður staðfest undir føroyskum aliøkjum. Men tað er ikki bara nógva dálkingini, sum er ein avbjóðing, tí vitanin um vitanin um vistskipanina í føroysku firðunum er alt ov lítil og avmarkað, sigur Knút Simonsen, granskari, á Fiskaling, sum í sendingini eftirlýsir tøl. Bulurin av tí vitan, vit hava í dag, er frá, tá Havstovan gjørdi eitt eintak, sum varð kallað fyri Fiskirannsóknir , sum kom út í 1990, sigur Knút Simonsen. Hoyr sendingina her Luttakarar, Armgarð Arge, Rannvá Holm Mortensen, Edvard Fuglø, Vár Berghamar Jacobsen, Tróndur Ravnsfjall og Brynhild Thomsen Heðin Brú var skaldanavnið hjá Hans Jacob Jacobsen úr í Stovuni í Skálavík. Í Stovuni var ein gomul ættarsøga. Sambært henni æt fyrsti maður í húsinum Høgni. Húsið stóð á Mittingi niðri við Mølina. Heðin Brú vildi sleppa burtur úr tí vanliga bydalívinum. Hann var til skips og fór á háskúla í Havn. Seinni fór hann niður á bóndagarðar og Lanbúnaðarháskúlan. Fyrsta stuttsøga hansara kom í Varðan, meðan hann var niðri. Tað var søgan Høgni hin Gamli, og rithøvundanavnið var Heðin Illi. Sum Heðin Brú gav hann út fyrstu skaldsøguna Lognbrá. Hetta var um tað mundið, á hann kom aftur til Føroya sum kandidatur. Sendingin er myndað av kvinnum. Fyrri tímin fer at snúgva seg um kvinnur í politikki, og seinni tímin snýr seg um kvinnur og list. 7. november vóru 40 ár síðani, at fyrstu kvinnurnar vóru valdar beinleiðis í Løgtingið. Vit tosa við Beintu Løwe, sum júst hevur givið bók út um kvinnur í landspolitikki, og Marnu Jacobsen, sum ritstjórnar bók um kvinnur í kommunalpolitikki. Og so spyrja vit eina av teimum fyrstu kvinnunum á tingi, hvussu tað var at vera kvinna, og í tíðarskeiðum einsamøll kvinna, millum mennirnar í Løgtinginum. Vit hava eina longri samrøðu við Karina Kjølbro. Í seinna tímanum viðgera vit tríggjar sterkar kvinnur í listini. Essayið, A Room of One s Own frá 1929 eftir enska høvundan Virginu Wolf er júst útkomin í føroyskari týðing eftir Bergljót av Skarði. Týðarin kemur at greiða frá verkinum og høvundanum. Áhugaverda og dramatiska søgan hjá føroysku myndlistakvinnuni Ruth Smith úr Vági hugtekur mong, og nú er heimildarfilmur við heitinum Søgan um Ruth veruleiki. Filmurin, sum er leikstjórnaður av Árna Nicolajsen, verður frumframsýndur í Miðlatúni í Vági sunnudagin 11. november. Ódeyðiligi leikurin,við eini av mest trákkaðu kvinnuleiklutunum í okkara parti av heiminum, Hedda Gabler eftir Henrik Ibsen, ið var frumframsýndur í Munchen í 1891, verður í hesum døgum sýndur í spildurnýggju Býráðshúsunum í Norðagøtu. Tað eru Glottar, ungir áhugaleikarar úr Sjónleikadeilduni Losjuni Glottin, ið framføra leikin. Barbara í Stórustovu og Birna Heinesen ummæla leikin. Føroyska alivinnan dálkar illa og hevur eftir øllum at døma stóra ávirkan á umhvørvið í firðunum kring landið. Tað er ein av niðurstøðunum í sendingini Undir laksin , sum varð send í sjónvarpinum í gjárkvøldið. Har kom millum annað fram, at hvørt samdøgur koma fimm tons av lívrunnum avfalli undan einum vanligum alibrúki við 5.000 tonsum av fullvaksnum laksi. Men tá laksurin veksur, veksur nøgdin av skarni og tá fara botndjórini at trívast verri. Tí lívrunnið tilfar, skarn og fóður brúka ilt at verða niðurbrotið, og tí verður minni ilt hjá botndjórum at liva av, eitt nú hummara og øðrum krabbadjórum, sum rýma úr økinum, men eisini vanligur fiskur rímur. Smærri djór brúka minni ilt og tola tí meiri dálking, men sambært sendingini rýma tey eisini undan dálkingini undir ringunum. Eitt av álvarsamastu dálkingarevnunum er bakterian begiatoa, sum ofta verður staðfest undir føroyskum aliøkjum. Men tað er ikki bara nógva dálkingin, sum er ein avbjóðing, tí vitanin um vistskipanina í føroysku firðunum er alt ov lítil og avmarkað, sigur Knút Simonsen, granskari, á Fiskaling, sum í sendingini eftirlýsir tøl. Bulurin av tí vitan, vit hava í dag, er frá, tá Havstovan gjørdi eitt eintak, sum varð kallað fyri Fiskirannsóknir , sum kom út í 1990, sigur Knút Simonsen. Ein svenskur maður er dømdur sjey ára fongsulsrevsing fyri at hava sent brøv við deyðshóttanum og pulvuri í til 21 svenskar ráðharrar, aðrar politikarar og kend fólk. SVT skrivar, at maðurin varð ákærdur fyri 25 tilburðir av grovum hóttanum, ein tilburð av hóttan og fyri at hava roynt at dripið fýra fólk. Millum tey, sum fingu pulvur og drápshóttan, eru Isabella Løvin, Stefan Løfven og Magdalena Andersson. Flestu av teimum 26, sum hava fingið líknandi brøv, hava verið ráðharrar í reyð grønu stjórnini í Svøríki. Men hóttanarbrævið til Stefan Løfven, forsætisráðharra gav ikki dóm, tí hann letur ikki sjálvur sín post upp, skrivar almenna svenska kringvarpið. Um meirlutin í grønlendska landstinginum samtykkir flogvallarætlanina, so er vandi fyri, at politikararnir samstundis góðkenna partaeigaraavtalu í Kalaallit Airports, sum als ikki er gjørd enn. Seinasta viðgerð av flogvallarpakkanum verður í næstu viku, og stúran er nú um, at ein samtykt eisini fer at fevna um, hvussu stóran part av Kalaallit Airports danski staturin kemur at sita á, hóast tað málið ikki er avgjørt áðrenn viðgerðina. Grønlendska landsstýrið fær við samtyktini heimild at gera ognaravtalu við donsku stjórnina, og sostatt fær landsstýrið fríar teymar at geva danska statinum ognarpart av flogvøllunum í Nuuk og Ilullisat. Partaeigaraavtalan skal umframt ognarlut eisini fevna um vinningsbýti, samanseting av leiðsluni í Kalaallit Airports og sýtingarrætt í nevndini. Nevndin í Kommunulæknafelag Føroya hevur sent yvirlýsing út, sum stuðlar verkfallinum hjá ljósmøðrunum, og tað merkir also, at kommunulæknar ikki skulu traðka til, har arbeiðið hjá ljósmøðrunum er rakt av verkfallinum. Samtak sigur í yvirlýsing í dag, at tey vísa sín treytaleysa stuðul til Ljósmøðrafelag Føroya í ósemjuni. Tey heita á limir sínar um ikki at taka upp verkfalsrakt arbeiðið og heita eisini á Fíggjarmálaráðið um at sessast aftur við samráðingarborðið við einum vilja at loysa málið. Feløgini í Samtaki eru Føroya Arbeiðarafelag, Føroya Fiskimannafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag. Heimurin ið hvarv útlagna sangtónaskaldið Regin Dahl og føroyska tjóðin. Soleiðis nevnist bók um Regin Dahl, sum Knút Háberg Eysturtún skrivar. Í hesari samrøðuni hoyra vit hann greiða frá um tónleikin hjá Regini Dahl, og hvussu hann er merktur av longsuli og útlegd. Hann greinar eisini sangrøddina, sum vit hoyra dømi um, og hann setir sangtónaskaldið í ein samanhang. 40 ár eru liðin, síðan fyrstu kvinnurnar vóru valdar á løgting. Hundrað ár eru liðin, síðan kvinnur fingu valrætt, og 100 ár eru eisini liðin, síðan fyrsta kvinnan stillaði upp til sóknarstýrisval. Og so eru í ár eisini liðin 25 ár, síðan vit fingu fyrsta kvinnuliga løgmannin. Beinta Løwe hevur júst útgivið bók um kvinnur í landspolitikki, og Marna Jacobsen ristjórnar bók fyri Demokratia, ið snýr seg um kvinnur í kommunalpolitikki í hundrað ár. Hoyr samrøðuna við tær, sum var í Nón. Vit vita ov lítið, hvørjar avleiðingar tað kann hava fyri vistskipanina í firðum og sundum, at eitt lag av bakterium liggur á botninum undir aliringum, tí skarn og fóður ikki sleppur burtur. Eftirlitsmynduleikin er veikur og óvitandi. Landsstýriskvinnan í umhvørvismálum viðgongur, at umhvørvisverndin er langt afturúrsigld. Unga sangarinnan Dania Tausen fer á pall í Løkshøll sunnukvøldið klokkan 20. Tónleikaskráin verður jazzur tað verður nevniliga jazzcaf og við sær hevur Dania tríggjar royndar tónleikarar, Rógva á Rógvu, Arnold Ludvig og Paula Reinert Poulsen. Síðstnevndi vitjar í útvarpsstovuni saman við Daniu, har tey spæla og syngja ein sang, sum verður at hoyra til konsertina sunnudagin í Løkshøll. Dania sigur, at áhugan fyri jazzi fekk hon, tá hon skrivaði høvuðsuppgávu í tónleiki í studentarskúlanum á Kambsdali. Eisini hevur hon sungið við Tórshavnar Bigbandi, tá orkestrið undir leiðslu av Sigurði Flósasyni spældi millum annað í Løkshøll við Ellu Fitzgerald sum tema fyrr í ár. Nú roynir hon seg so við egnum bólki. Hoyr innslagið her Í sambandi við, at ein lurtari hjá vikuskiftissendingin hevur skrivað í SMS boði, at Skálabotnur ikki kann eita so, eftirsum ongin botnur er, har bygdin er, er Vikuskiftissendingin farin á gátt hjá Jarðfeingi, har vit práta við Lis Mortensen, náttúrulandafrøðing fyri at fáa landafrøðiliga greiði á hesum. Vit spyrja millum annað, hvat ein botnur er, og um ein botnur er har, Skálabotnur er. Eisini faa vit greiða á, hvussu lendið Millum Fjarða er vorðið til í ístíðini, umframt at vit eisini fáa at vita, hvat ein fjørður er Hóast umleið 60 fólk starvast á Umhvørvisstovuni, arbeiða bara sjey fólk beinleiðis við umhvørvisvernd, og tað avmarkar møguleikarnar, sigur Petur Nielsen, stjóri. Ole Wich helt í dag fyrilestur um bóklingin hjá H.C.Lyngbye á Landsbókasavninum í sambandi við, at Landsbókasavnið nú hevur 190 ár á baki. Tveir dystir eru eftir at spæla í UEFA Nations League bólkaspælinum. Føroyar spæla ímóti Aserbadjan og Malta. Báðir dystirnir eru á útivølli. Skal tað eydnast Føroyum at koma víðari, skulu báðir dystirnir vinnast, samstundis sum Kosovo bara fær eitt stig í tveimum teimum síðstu dystunum. Framherjin,Jákup Thomsen, sum spælir fyri íslendska felagið, FH, er fyri fyri fyrstu ferð í hópinum hjá A landsliðnum. Hann er komin fyri Finn Justinussen, sum hevur givið avboð. Hinir tríggir, sum eru nýggir í hópinum samanborið við dystinum móti Kosovo í oktober, eru, Árni Frederiksberg, Sølvi Vatnhamar og Jóannes Bjartalíð. Hann má manna seg upp og bíta tað í seg Soleiðis sigur Høgni Heinesen um mann, sum saknar sína konu, nú hon brúkar nógva tíð saman við starvsfeløgum sínum. Seinna brævið er frá kvinnu, sum hevur funnið útav, at hennara vinkona hevur eina beiggja, sum vinkonan ikki veit av. Skal hon siga tað við hana Verkfallið hjá ljósmøðrunum ger, at støðan á føðideildini er ikki trygg, sigur leiðslan á Landssjúkrahúsinum. Men tað vísir forkvinnan í Ljósmøðrafelagnum aftur. Síðani ljósmøðrurnar fóru í verkfall hósdagin, hevur leiðslan á Landssjúkrahúsinum biðið um 10 undantøk. Ljósmøðrurnar hava játtað seks undantøk og vraka fýra. Amerikanski forsetin, Donald Trump, og franski starvsbróðir hansara, Emmanuel Macron, hittast í dag á Elyseeborgini í París, í sambandi við at tað í morgin eru liðin 100 ár, síðani fyrra heimskríggj endaði. Men viðurskiftini millum báðar forsetarnir eru ikki av teimum bestu, tí Emmanuel Macron hevur tikið uppaftur, at Evropa eigur at hava ein felags her, og tað dámar ikki Trump. Macron segði í einari útvarpssamrøðu í gjár, at Evropa eigur at gera seg leysari av USA, serliga tí USA ætlar at taka seg burtur úr avdubbingarvataluni við Russland, ið hevur stóran týdning fyri Evropa. Eftir fundin fara Trump og Macron at eta døgurða saman við týska samveldiskanslaranum, Angelu Merkel, og øðrum ríkis og stjórnarleiðarum, sum eru komnir til Fraklands at hátíðarhalda, at 100 ár eru liðin, síðani fyrra heimskríggj endaði. Í eini frágreiðing um sethúsamarknaðin, sigur Landsbankin, at hækkar rentan, kemur sethúsaprísurin undir trýst, og í summum førum kunnu húsarhald sita eftir við einari skuld, sum er størri enn virðið á húsunum. Leygardagssendingin í fullum líki. Kaffiprát við Høgna Heinesen, Also, har Dánjal Samuelsen, Malan Eyðunsdóttir og Høgni Heinesen svara spurningum, góð tíðindi, spurnarkapping, fleiri innsløg um alternativar viðgerðir, ein ostakøka og ein rúgva av frálíkum tónleiki eru á skránni í hesari sendingini. 64 ára gamla Britta Nielsen, sum er skuldsett fyri at hava svikað danskar stovnar fyri tilsamans 111 milliónir krónur., er varðhaldsfongslað til 4. desember. Hon starvaðist millum annað í danska Sosialstýrinum og Almannamálaráðnum í 40 ár, og tað er á hesum arbeiðsplássunum, at hon er undir illgruna fyri at hava svikað. Britta Nielsen er skuldsett fyri datasvik av serliga grovum slag. Hon hevur ikki tikið støðu til, um hon er sek í skuldsetingini ella ikki. Tá svikið kom undan kavi, var Britta Nielsen farin undir heilt, men fyrr í vikuni varð hon tikin í Johannesburg í Suðurafrika, sum útflýggjaði hana til danskar myndugleikar. Ein sonur Brittu Nielsen er eisini varðhaldsfongslaður til 4. desember. Hann er skuldsettur fyri at hava verið upp í svikinum saman við mammuni, og fyri at hava brúkt burtur av teimum 111 milliónum krónunum. Henrik Old í Javnaðarflokkinum vil hava at vita, hvussu nógv íslendsk skip hava fiskað í føroyskum sjógvi, og hvussu nógv føroysk skip hava fiskað í íslendskum sjógvi síðani 2015. Nú árligu fiskivinnusamráðingarnar millum Føroyar og Ísland eru byrjaðar, hava íslendingar gjørt greitt, at teir vilja hava størri javnvág í fiskiveiðiavtaluna við Føroyar. Íslendsk skip kunnu fiska svartkjaft, makrel og sild í føroyskum sjógvi, men einki er komið fram um, hvat virði hesin fiskur hevur, sigur Henrik Old í viðmerkingunum til spurningin. Ein býur við 26.000 íbúgvum norðarliga í statinum Kalifornia er mest sum lagdur í oyði eftir herviligan skógareld, ið hevur gjørt um seg fyrr í vikuni. Fólk í túsundatali eru síðstu dagarnar flýdd undan herviligum skógareldum, millum annað í býnum Paradise, har norðuri í Kalifornia. Býurin er oyðilagdur. Alt er oyðilagt, og tað er ikki nógv gott eftir, sigur Scott Mclean, talsmaður hjá sløkkiliðnum í Kalifornia við Reuters. Skógareldurin hevur herjað í íbúðarøkjum, og hevur gjørt av við bæði skúlar og sjúkrahús, siga sjónarváttar sambært tíðindastovuni. Fleiri tættbygd øki har norðuri í Kalifornia eru eisini hótt av skógareldum, og fólk, sum rýma frá húsum, koyra langar umvegir fyri at sleppa undan eldinum. Nógvur hiti og vindur hava gjørt, at skógareldarnir onkrastaðni har norðuri í Kalifornia síðstu dagarnar hava ferðast útivið 50 kilometrar um tíman. Tí hevur tað verið trupult hjá myndugleikunum at basa skógareldum, og tað hevur eisini verið trupult at hava tamarhald á skógareldunum, so teir ikki hava breitt seg enn meira. Enn er ikki greitt, hvussu nógv lív skógareldarnir hava kravt, men fólk hava latið lív, siga umboð fyri myndugleikarnar sambært tíðindastovuni hjá Reuters. Í dag eru 100 ár liðin síðani fyrri heimsbardagi endaði. Tað verður hildið í París, har umleið 70 ríkisleiðarir og umboð fyri 98 lond luttaka í hátíðarhaldi, sum franski forsetin, Emmanuel MAcron, er vertur fyri. Millum gestirnar eru amerikanski forsetin, Donald Trump, russiski forsetin, Vladimir Putin, turkiski forsetin, Erdogan, og kanadiski Justin Trudeau. Eisini danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, verður til staðar. 100 ára dagurin fyri endan á fyrra heimsbardaga verður hildin um allan heimin. Í Avstralska býnum Adeleide fullu 1000 tals valumúur ella dreymsóljur frá einum flogfari, sum fleyg yvir býnum í gjár, og í Canberra minti avstralski forsetin, Scott Morrison, á týdningin av, at vit læra av søguni. Hevur tú onkuntíð hildið, at tað er vakurt at hyggja út ígjøgnum síðuvindeygað í flogfarinum, tá tað lendir í Vágum, so skuldi tú roynt at sitið frammi í stýrihúsinum í flogfarinum. Útsýnið í stýrihúsinum kann ikki samanberast við tað, ferðafólkini í flogfarinum síggja ígjøgnum vindeyguni í síðuni, tá flogfarið setir seg í Vágum, sum hendan upptøkan vísir. Í upptøkuni niðan fyri her, sum er 03 22 til longdar, sæst innflúgvingin hjá einum Airbus flogfari inn eftir Sørvágsfirði og lendingin í Vágum í góðum sýni og floglíkindum síðsta dagin í oktober. Tað er Kurt Fossaberg ið sæst til vinstru í upptøkuni í stýrihúsinum , flogskipari á Airbus A319 115 flogfarinum hendan dagin, ið hevur lagt upptøkuna frá innflúgvingini á Facebook. Í hesari sending skulu vit hoyra tónleik fyri messing ljóðføri eftir Enrique Crespo, Chris Hazell, Henry Purcell og Thelonious Monk Afrikanska Fólkaræðislýðveldið Kongo er í løtuni meint rakt av enn einum deyðiligum ebolaútbroti, sum er tað tíggjunda í røðini síðani 1976. Útbrotið byrjaði í juli. Higartil er 201 fólk deytt og 291 aðrir tilburðir eru staðfestir, vísa nýggjastu tølini frá myndugleikunum, sambært bretska kringvarpinum, BBC. Ebolaútbrotið í Fólkaræðislýðveldinum Kongo er tað ringasta síðani 1995, tá 317 tilburðir av sjúkuni vórðu staðfestir í landinum, sambært heimsheilsustovninum, WHO. Umleið helvtin av fólkunum, ið eru deyð síðani í juli, eru úr Beni, norðarliga í Kongo, tætt við markið til Uganda. Myndugleikarnir hava sett í verk koppseting fyri at tálma spjaðingini. Higartil eru 25.000 av teimum til samans 800.000 íbúgvunum í býnum Beni koppsettir. Arbeiðið verður kortini darvað av vápnaðum bólkum, har ebolaútbrotið byrjaði. Í september vórðu heilsustarvsfólk noydd at gevast við at koppseta fólk og at leita eftir øðrum fólkum, ið vórðu smittað, eftir at ein ugandisk islamisk rørsla leyp á heilsustarvsfólkini, skrivar BBC. Starvsfólkini hava upplivað hóttanir, harðskap og burturflyting. Tvey heilsustarvsfólk eru eisini dripin, sigur ráðharrin í heilsumálum í Kongo, Oly Ilunga. Friðarvarðveitandi herliðini hjá Sameindu tjóðum hava biðið stríðandi partarnar um ikki at órógva og forða heilsustarvsfólkunum í at koppseta fólk í Kongo, men higartil til fánýtis. Reyði krossur óttast, at sjúkan eisini fer at spjaða seg til grannalondini. Myndugleikarnir hava tí sett í verk herd tiltøk í Burundi, Ruanda, Suðursudan og Uganda. Tað hevur ongantíð fyrr verið so heitt ymsa staðni í Norra í november mánað, sum mikudagin í hesari vikuni. Meðan hitamátarin í Bergen nærkaðist frostmarkinum um hesa tíðina í fjør, var støðan ein heilt onnur fyri fýra døgum síðani. Mikudagin kom hitin í Flesland í Bergen upp á 16,4 stig, sum eisini er nýtt met har um leiðir í november mánað. Í krónur kenes á vesturlandinum, nakað sunnan fyri Aalesund, kom hitamátarin kortini væl longur upp enn tað mikudagin. Í krónur kenes kom hitamátarin mikudagin upp á 19,2 hitastig, sum eisini er nýtt met fyri hesa árstíðina. Ongantíð áður hevur tað verið so heitt har um leiðir í november mánað. Tað var serliga á vesturlandinum í Norra, at tað var óvanliga heitt mikudagin í hesari vikuni, sambært norska veðurstovninum, Meteorologisk instistutt. Meðan hitin hesa árstíðina á vesturstrondini í Norra kann sníkja seg upp á 10 12 hitastig, lá hitin mikudagin nógva staðni millum 15 og 17 hitastig. Stórur munur var kortini á hitanum, sum varð mátaður við norsku vesturstrondina, og hitanum, sum varð mátaður inni í landinum har vórðu bara mátað fimm seks stig. Við sigrinum er VÍF nú nummar eitt við ellivu stigum. Tær hava tó spælt tveir dystir fleiri enn H71, sum er á øðrum plássi við tíggju stigum. Støðan í oddanum í fremstu deildini hjá monnum er, at VÍF er nummar eitt við ellivu stigum, meðan Kyndil og Neistin eru ávikavist nummar tvey og trý, bæði hava átta stig. Neistin hevur spælt ein dyst færri enn VÍF og Kyndil. Í dag er Kenneth illa fyri, so hann sleppur at vera heima. Tey djúsa og Kenneth fær onki gullkorn. Men verður Kenneth heima allan dag Leikurin var fyrru ferð sendur í 2015. Kappingareftirlitið hevur fingið fráboðan um, at Sp f Framherji, P f Varðin og P f Kimbil ætla at keypa allan partapeningin í P f H Dygd. Eftirlitið skal eisini taka støðu til, um lógin verður brotin, tí P f Tjaldur og partafelagið Sýn í Íslandi ætla at leggja virksemið hjá P f Hey og P f Nema saman. Møguligar viðmerkingar um hesar báðar broytingarnar skulu vera Kappingareftirlitinum í hendi í seinasta lagi á middegi 19. november. Annað málið er uppskotið um varskógvaraskipan, sum kom í tingið 21.august og fór í Fíggjarnevndina eftir fyrstu viðgerð 10. september. Semja er ikki í landstýrinum um uppskotið. Samferðslumálaráðið heldur, at ein kanning eigur at gerast fyrst fyri at vita, um brúk er fyri einari varskógvaraskipan í Føroyum. Samferðslumálaráðið heldur fyrst og fremst, at ein varskógvaraskipan er eitt arbeiðsmarknaðarmál, sum Samferðslumálaráðið av røttum eigur. Fíggjarnevndin ætlar eisini at verða liðug við upppskotið hjá Fólkaflokkinum um at lata útgjaldið úr Samhaldsfasta verða skattafrítt. Í dag fer formaðurin í svenska ríkisdegnum, Andreas Norl n, væntandi at skjóta upp, at formaðurin í Moderata flokkinum, Ulf Kristersson, verður nýggjur forsætisráðharri, skrivar svenska kringvarpið, SVT. Ulf Kristersson verður valdur til forsætisráðharra, um ein meiriluti, tað eru í minsta lagi 175 ríkisdagslimir, ikki atkvøður ímóti. Men longu nú tykist vera greitt, at Liberali flokkurin, sum hoyrir til borgarligu samgonguna, fer ikki at atkvøða fyri Ulf Kristersson, sigur svenska kringvarpið. Mest sannlíkt er, at formaðurin í ríkisdegnum fer undir eitt nýtt formansumfar, har letur floksformonnunum upp í hendur at royna at skipa stjórn. Ríkisdagsval var í Svøríki 9. september, men tað hevur verið sera trupult at skipa stjórn, serliga tí hvørgin vongurin í svenskum politikki vil samstarva við Svøríkisdemokratarnar. Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin, Miðflokkurin og Sjálvstýri skjóta upp, at fiskidagar verða ásettir fyri trý ár í senn, við støði í tilmæli frá Fiskidaganevndini og Havstovuni. Hitt uppskotið er um at útseta kvotuskipanina til 1. januar í 2020, sum tingkvinnurnar í Framsókn upprunaliga løgdu fram, men sum tær seinni tóku aftur. Metingarstovnurin Moody s heldur, at kvotuskipanin er ein meiri liðiligur háttur at laga fiskiorkuna til støddina á fiskatovnum, og tað minkar um vandan fyri ovfisking. Moody s heldur eisini, at kvotuskipanin fær týdning fyri inntøkurnar hjá landskassanum, sum hækka, um fiskastovnarnir undir Føroyum verða væl umsitnir. At landsstýrið saman við fiskifrøðingum ger umsitingarætlanir fyri fiskastovnarnar, váttar, at landsstýrið leggur dent á burðardygga stovnsrøkt. Niðurstøðan hjá Moody s er, at fiskivinnunýskipanin gevur landsstýrinum røttu amboðini at tryggja eina burðardygga fiskivinnu, samstundis sum hon breiðkar inntøkugrundarlagið. Rúsdrekkasølan mælir tinginum staðiliga frá at samtykkja eitt uppskot hjá Magna Laksafoss um at loyva teimum, sum bryggja øl og brennivín í Føroyum, at selja drykkirnar í egnum handli. Uppskotið fer, um tað verður samtykt, at máa grundarlagið undan Rúsdrekkasøluni og rúsdrekkapolitikkinum í Føroyum, sigur Rúsdrekkasølan. Endamálið við uppskotinum er at loyva teimum, um bryggja, at selja í egnum handli øl, sum er sterkari enn 5,8 prosent, og brennivín. Nýggjastu tølini frá Hagstovuni vísa, at fólkatalið tann 1. oktober var 51.095. Sostatt er fólkatalið vaksið við 824 fólkum síðani 1. oktober 2016, tað er gott og væl 1,6 . Tórshavnarøkið vaks við 2,0 , og her var eisini nógv størsti vøksturin í tali við 391 fólkum. Hetta er næstan helvtin av fólkavøkstrinum fyri alt landið. Hagstovan skrivar, at tann stóra broytingin í gongdini í fólkatalinum kemur einamest av broyttu flytingini, har fráflytingin er minkað nógv, samstundis sum tilflytingin er vaksin. Sambært Hagstovuni skulu vit heilt aftur til 1980 fyri at finna so lágt tal fyri fráflytingina, sum tey 1.190, ið fluttu av landinum farna 12 mánaðarskeiðið. Rokna vit fráflytingina í mun til fólkatalið, hevur fráflytingin ongantíð verið minni tey síðstu hálvthundrað árini, sum hagtalsgrunninum røkkur. Meðan fráflytingin nú á fimta árið hevur lagt seg á eitt javnt lágt støði, so veksur tilflytingin framvegis. Samanlagda úrslitið av minni fráflyting og størri tilflyting er, at nettotilflytingin er vaksin í stórum, og ongantíð hevur verið so stór sum nú, hvørki í tali ella lutfalsliga. Ulf Kristersson, formaður í Moderata flokkinum í Svøríki, ætlar at skipa eina ein minnilutastjórn við Moderata flokkinum og Kristnu demokratunum. Frammanundan kunngjørdi formaðurin í ríkisdegnum, Andreas Norl n, at hann fer at skjóta upp fyri ríkidegnum, at Ulf Kristersson verður forsætisráðharri. Ulf Kristersson segði á tíðindafundinum, at hann hevur roynt at fáa allar flokkarnar í borgarligu samgonguni, Alliansuni, sum hon verður nevnd, at skipa samgongu, men tað hevur ikki eydnast. Kortini ætlar hann at reka tann politikkin, sum teir fýra borgarligu flokkarnir høvdu síni valskrá á ríkisdagsvalinum 9. september. Hann segði, at hóast Miðflokkurin og Liberali flokkurin ikki vilja vera við í stjórnini, so vónar hann, at hesir báðir flokkarnir kunnu samstarva við stjórnina. Mest sannlíkt er, at formaðurin í ríkisdegnum fer undir eitt nýtt formansumfar, har hann letur floksformonnunum upp í hendur at royna at skipa stjórn. Síðani valið hevur verið sera trupult at skipa stjórn í Svøríki, serliga tí hvørgin vongurin í svenskum politikki vil samstarva við Svøríkisdemokratarnar. Hoyr sendingina her Luttakarar, Petur Hans Dahl, Danny Baldvinsson, Jógvan Páll Lassen, Hallur Hansen, Teitur Lassen og Bárður Højgaard. Sambandsflokkurin vil hava løgtingið at fáa landsstýrið at gera eina frágreiðing um, hvussu netið hjá SEV kann verða skilt frá hinum virkisøkinum soleiðis, at fult gjøgnumskygni verður í, hvussu nógv netið kostar. Nýggjastu tølini frá Hagstovuni vísa, at fólkatalið tann 1. oktober var 51.095. Sostatt er fólkatalið vaksið við 824 fólkum síðani 1. oktober 2016, tað er gott og væl 1,6 . Tó eru tvey av økjunum dragnað afturúr Sandoyar sýsla og Suðuroyar sýsla. Meðan fólkatalið er vaksið í øllum hinum høvuðsøkjunum, so hevur verið stillstøða í Sandoyar sýslu og beinleiðis minking í Suðuroyar sýslu síðstu fimm árini. Verður hugt eftir gongdini í einstøku oyggjunum, er munandi fólkavøkstur í øllum teim stóru oyggjunum, tó lítil vøkstur í Sandoy og beinleiðis munandi minking í Suðuroy við 28 fólkum ella 0,6 . Tær størstu kommunurnar veksa mest í tali. Tórshavnar kommuna við 456, Runavíkar við 78 og Klaksvíkar við 72. Síðani miðalstóru kommunurnar, Nes við 56, Sunda við 43, Sjóvar við 41 og Eystur við 39 fólkum. Serliga stórur vøkstur er í nøkrum bygdum á Skálafjørðinum, Toftir í Nes kommunu við 43 fólkum ella 5,4 , Strendur í Sjóvar kommunu við 41 fólkum ella 4,9 og Skála í Runavíkar kommunu við 27 fólkum ella 4,0. Minesto er svensk fyritøka, sum mennir havorkutøkni, og sum hevur til endamáls at minka um umhvørvisávirkanina, sum orkuídnaðurin hevur. Tað sigur Annika Hoydal, forkvinna í ljósmøðrafelagnum. Hon segði við útvarpið leygardagin, at tá høvdu tær fingið tíggju umbønir um undantak, harav seks vórðu játtaðar og fýra sýttar. Meginreglan er, at talan skal verða um bráðfeingis tørv, skulu ljósmøðurnar geva undantak. Fleiri umbønir um undantak eru komnar síðan leygardagin. Nakrar eru játtaðar, men ikki allar, sigur forkvinnan, sum tó ikki hevði ikki tal á, hvussu nógvar umbønirnar vóru í tali. Annika Hoydal sigur, at tær hava einki hoyrt enn frá samráðingarpørtunum um at koma aftur til samráðingarborðið, og sjálvar ætla tær ikki at taka stig til tað. Vit halda fast við tað, sum vit gera nú, men stendur tað við, so kann talan gerast um at herða verkfallið, sigur Annika Hoydal, sum tó ikki vil siga nakað um, nær og hvussu verkfallið kann herðast. Jan Mortensen, stjóri á lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum, sigur, at fyri teirra viðkomandi hevur støðan heldur ikki flutt seg. Fíggjarmálaráðið hevur ikki tikið stig til nýggjar samráðingar, og í løtuni eru ongar ætlanir um tað. Terji Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at semingsstovnurin hevur havt samband við báðar partar, men í løtuni er ikki grundarlag fyri at gera eina nýggja semingsroynd. Tað gongur væl hjá kyndlamonnum í løtuni. Fyri viku síðani knógvaðu teir oddaliðnum VÍF, og í gjár vunnu teir stórsigur á útivølli ímóti Team Klaksvik. Í morgunsendingini vitjaði Jógvan Páll Lassen, sakførari, morgunsendingina, har hann greiddi frá um revsurammuna fyri eitt nú harðskap, narko og neyðtøku. Kanadiska fregnartænastan hevur hoyrt eina upptøku, tá tíðindamaðurin Jamal Khashoggi, var dripin á saudiarabiska konsulatinum í Istanbul. Khashoggi fór inn á konsulátið 2. oktober, men hann kom ongantíð út aftur. Eftir stórt trýst hevur saudiarabia viðgingið, at hann varð dripin á konsulátinum. Turkiski forsetin, Erdogan, hevur seinni sagt, at Turkaland hevur eina upptøku av drápinum, og at myndugleikarnir í USA, Bretlandi, Týsklandi og Fraklandi hava fingið avrit av upptøkuni. Einki av teimum londunum vilja gera nakrar viðmerkingar til málið, men kanadiski forsætisráðharrin heldur ikki, at nakað má fjalast. Forsætisráðharrin sigur, at kanadiska fregnartænastan hevur samstarvað við turkisku fregnartænastuna um málið, og veit um alt, sum turkar vita um málið. Keldur í ES siga, at ein semja er komin undir land, men at bretska stjórnin ikki er nøgd enn, og bíðað verður eftir eini avgerð í London, sigur belgiski uttanríkisráðharrin. Bretska blaðið, The Independent, skrivar, at Theresa May, sum ætlaði at hava stjórnarfund í dag, hevur avlýst fundin. Ætlanin var annars, at bretska stjórnin skuldi góðkenna avtaluna við ES, skrivar blaðið. Tað hevur helst við sær, at avtalan ikki er klár til í morgin, sum ætlanin hevur verið, og so er ikki sannlíkt, at ES fer at góðkenna eina møguliga avtalu í november, skrivar blaðið. Samráðingarleiðarin hjá ES, Michel Barnier, sigur kortini, at samráðingarnar millum partarnar halda fram, og at partarnir enn hava vón um eina smidliga avtalu. Tey 27 londini, sum verða eftir, tá Bretland fer úr ES, standa saman, sigur ES ráðharrin í Eysturríki, Gernot Blumel, nú Eysturríki hevur formansskapin í samveldinum. Á fundi í morgin, týsdagin, fer bretska stjórnin at hava fund, og tá vónar Theresa May, forsætisráðharri, at hava eitt uppskot til eina avtalu at leggja fyri stjórnina. Men hon er undir trýsti, tí fleiri av hennara egnu tinglimum og norðurírski stuðulsflokkurin, DUP, siga seg ikki kunna góðtaka eina avtalu, sum letur Norðurírland halda fram við teimum treytum, sum ES setir, um eingin semja fæst um markið ímillum Írland og Norðurírland. Leiðarar í fleiri asiatiskum londum hittast til fund í Singapore í dag at umrøða viðurskiftini viðvíkjandi handilsavtalu millum asiatisku londini. Kina, Japan og India eru øll við á fundinum, og endamálið er at skipa eina avtalu sum skjótast, sum fevnir um helmingin av heimsins íbúgvum. Avtalan hevði til endamáls at lækka tollin á vørum ímillum londini og at økja samhandilin. Tann avtalan fór fyri bakka stutt eftir. Nú ætla 16 lond at skipa eina nýggja avtalu, uttan at USA er við. Teirra millum eru Kina, India, Japan, Suðurkorea, Ný Sæland og Australia. Føroysku landsliðsleikarnir í fótbólti, Lív Arge og sla Johannesen og felag teirra FC Norðursæland Farum, eru eitt fet nærri at flyta upp í bestu donsku deildina. Við sigri á Østebro um vikuskiftið, tryggjaði felagið sær, at tað saman við fimm øðrum liðum skal kappast um uppflyting í bestu donsku deildina Synd er at siga, at okkara bestu telvarar eru væl umboðaðir í kappingini. Bara tveir av fremstu fjøruti telvarum í Føroyum eru við. Høgni kann tryggja sær heitið sum altjóða meistari við góðum úrsliti í kappingini. Eldri bróðirin, Rógvi, hevur ein IM norm frammanundan, og fer í hesari kappingini ivaleyst at dyrgja eftir øðrum norminum. Fimm telvarar í Runavík Open í ár hava hægri styrkital enn 2500. Teir sterkastu hava 2550 júst sama styrkital, sum føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska hevur. Helgi var við í teirri fyrstu Runavík Open í 2016, tá hann júst var vorðin stórmeistari, men hann var ikki við í fjør, og ei heldur í ár. Bæði næmingar og lærarar eru samd um, at starvsvenjingin hjá næmingum í framhaldsdeildini er bæði gagnlig og neyðug, og lærararnir rósa arbeiðsplássunum fyri stóra vælvild. Tey, sum eru við í sendingini í dag, eru Lis Jensen, Selma Berg, Filip Fuglø, Bárður á Lakjuni, Rannvá Poulsen, Brandur Mohr, Beinta Dalheim, Anfinnur Huusgaard, Jónas Hansen, Martin Alvason, Magda Magnusdóttir, Noah Mneney, Rógvi Róin, Unn Joensen, Steffan Arthur Pálsson, Paulina Stenberg, Elias Hansen og Bjartur Larsen. Landsstýrið ætlar at hækka játtanina til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna við tveimum milliónum næsta ár. Meginparturin av peninginum, 1,3 milliónir krónur, SKULU brúkast til sjúkueftirlit í alivinnuni. Norðurlendskir djóralæknar eru eisini settir í starv á Heilsufrøðiligu starvsstovuni seinastu tíðina, tí torført er at fáa fatur í føroyskum djóralæknum. Men tað hevur gingið væl, hóast serliga málsligar avbjóðingar hava verið, sigur stjórin. Tingfundur verður í morgin, og tá fer løgtingið millum annað at umrøða uppskotið hjá andstøðuni um at strika ætlaðu kvotu skipanina. Hvørki Annika Hoydal, forkvinna í Ljósmøðrafelag Føroya ella Jan Mortensen, stjóri á lønardeildini, vilja gera viðmerkingar um støðuna í dag. Løkshøll, sum er partur av Runavíkar skúla, er ein eitt sindur yvirsædd konserthøll. Rættiliga fáir føroyingar vita um Løkshøll ella hava verið til konsert har, hóast talan er um eitt nútímnas konserthøli við plássi fyri 300 áhoyrarum, og sum er bygt eftir øllum listsins reglum. Men hetta kann skjótt at broytast, tí Løkshøll verður nærmasti granni hjá Eysturoyartunnlinum, sum fer at knýta Runavík sera tætt at høvuðsstaðnum, har ein fjórðingur av føroyingum býr. Leygarkvøldið spældi Teitur Lassen konsert í Løkshøll. Uni Leitisstein Hansen nýtti høvið at vitja hesa eitt sindur gloymdu perluna av einum konserthøli á eystaraarmi av Skálafjørðinum. Lógartænastan á Løgmansskrivstovuni kannaði 248 uppskot frá aðalráðunum og tveimum stovnum, Sjóvinnustýrinum og Fjarskiftiseftirlitinum, sum hava lógarheimild at kunngera kunngerðir í Kunngerðablaðnum, í løgtingsárinum 2017. Lógartænastan eftirkannaði 83 prosent av uppskotunum innan fimm yrkadagar, og 92 prosent av uppskotunum vórðu eftirkannað innan átta yrkadagar. Tað er framvegis ógreitt, nær uppskotið um at leingja fiskidagaskipanina verður lagt fyri tingið, men landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum sigur, at hann er sannførdur um, at hann fær neyðugu 17 undirskriftirnar fyri at leggja tað fram. Annað uppskotið, sum fær fyrstu viðgerð í tinginum í dag, er frá teimum fýra andstøðuflokkunum, sum skjóta upp at taka kvotuskipanina av og at varðveita fiskidagaskipanina. Hanna Jensen og Ruth Vang tóku hetta uppskotið aftur, men Jørgen Niclasen í Fólkaflokkinum boðaði beinan vegin frá, at hann legði tað framaftur. Tá skuldin 31.desember 2017 var 21 prosent av skattainntøkuni, merkir tað, at kommunurnar kunnu læna slakar tvær milliardir krónur afturat, uttan at raka loftið í lógini. Kommurnar hava nógvar milliónir standandi í peningastovnunum, yvir 600, men Váðaráðið ger vart við, at innskjótaratrygdin, okkurt um 750.000 krónur., er ikki galdandi fyri kommunurnar. Farnar upp í FPU Flogternurnar hjá Atlantic Airways eru farnar úr Starsvmannafelagnum og upp í danska felagið FPU, Flyvebranchens Personale Union. FPU hevur biðið Føroya arbeiðsgevarafelag um samráðingar um nýggjan sáttmála. Men Arbeiðsgevarafelagið ger ikki sáttmálar við útlendsk fakfeløg. Tað verður Flogskiparafelag Føroya, sum fer at samráðast um sáttmála, tí felagið kennir best umstøðurnar hjá flogmonnum í Føroyum. Amerikanski forsetin hevur góðkent eina umbøn frá guvernørinum í Kalifornia, Jerry Brown, sum vil hava Trump at lýsa statin í vanlukkustøðu. Tríggir skógareldar herja í løtuni sunnaliga í Kalifornia, og størsti teirra, Camp eldurin, er mettur at vera tann ringasti skógareldurin higartil í Kalifornia Tá ein statur verður lýstur at vera í vanlukkustøðu, merkir tað, at myndugleikarnir í statinum ikki hava tamarhald á støðuni, og soleiðis er støðan í Kalifornia í løtuni. Møguleiki er nú fyri at lýsa undantaksstøðu í ymsum økjum. Tað merkir millum annað, at vanligar reglur verða strikaðar og serstakar reglur koma í gildi, umframt at myndugleikarnar kunnu krevja, at borgarar flyta burtur. Harumframt verður almenn hjálp veitt á hægsta støði. Tað merkir millum annað, at tað almenna veitir krisuhjálp og endurhýsing til offur. Millum annað eru húsini hjá sjónleikarinum Gerard Butler og songkvinnuni Miley Cyrus brend í grund. Bæði hava tey verið á sosialu miðlunum, har tey rósa sløkkiliðsfólkunum í økjunum fyri arbeiði teirra. Tróndur Arge, Oddbjørn Joensen, Jákup Ósá umrøða innkeyp hjá nøkrum av liðunum í fremstu fótbóltsdeildini hjá monnum, og so verður eisini prátað um samanlagda liðið TB FCS Royn, ið nú tykist at fara í tvíningar. Annika Hoydal er forkvinna í Ljósmøðrafelagnum, og hon sigur, at leiðandi ljósmóðirin verður tikin av føðideildini í morgin klokkan trý. Higartil hevur leiðandi ljósmóðirin annars verið undantikin verkfallinum, men soleiðis verður ikki longur. Stjóri á Landssjukrahúsinum, Jóanis Erik Køtlum, sigur, at tað kemur dátt við, at ljósmøðurnar í morgin herða verkfallið, tí tað ger eina trupla støðu enn truplari. Vit hava longu frá byrjan mett, at støðan ikki hevur verið nøktandi. Tað, at verkfallið verður hert, ger støðuna enn verri, sigur landssjúkrahússtjórin. Vit hava spurt hann, um nýggja stríðsstigið fær Lønardeildina at sessast aftur við samráðingarborðið, og hann sigur, at semingsmaðurin má meta um støðuna. Eitt norskt felag hevur keypt 20 prosent av partapeninginum í Tavuni í Leirvík, og hevur fingið ein lim í nevndina, skrivar Sosialurin. Norska felagið keypir ein stóran part av vøruni, sum Tavan ger, og norðmenn hava leingi viljað sloppið upp í Tavuna, sigur Ingvar Joensen, stjóri. Ingvar Joensen sigur við Sosialin, at nú norska fyritøkan hevur keypt part av Tavuni, eru marknaðarviðurskiftini tryggari, og keypið kann eisini hava við sær, at Tavan fer at virka onnur fiskasløg. Áðrenn norðmenn keyptu seg inn í Tavuna, áttu Jógvan Elias Joensen, Ingvar Joensen, Joen Magnus Rasmussen og Norðoya Íløgufelag allan partapeningin í felagnum. Soleiðis skrivar landsgrannskoðarin í skrivi til løgtingið um Glasir, verkætlanina við skúladeplinum í Marknagili í sambandi við ársfrágreiðing sína. Løgtingsgrannskoðararnir hava víst á fleiri viðurskifti, sum ikki hava verið nøktandi. M.a. at samskiftið millum tey, sum varða av Skúladeplinum, hevur ikki verið nøktandi, og tað hevur riggað illa við fleiri ábyrgdarhavarum. Í frágreiðingini skrivar landsgrannskoðarin, at ein generellur trupulleiki fyri byggiverkætlanir er, at tær verða dýrari enn ætlað. Í uppskoti til samtyktar um at góðkenna landsroknskapin fyri 2016 vístu løgtingsgrannskoðararnir eisini á, at tað hevði riggað illa við fleiri ábyrgdarhavarum, og at talan var um eitt fløkt ábyrgdarbýti, sum hevði við sær iva um, hvør veruliga hevði ábyrgd av hvørjum. Hon er oman fyri vegin á Sevmýri, og er framhald av viðarlndini, sum Thorvald Joensen, lærari, gróðursetti fyri mongum árum síðani. Háskúlarørslan hevur frá byrjan havt almennan mentaskap sum berandi mátt í sínum arvastreingi. Háskúlarnir vóru settuiá stovn, við tí fyri eyga at birta uppundir almennan mentaskap, og at veita vitan og kunnleika til øll, og ikki bert til tey ríku. Men hóast leikluturin hjá Háskúlanum hevur broytt seg gjøgnum tíðina, er Háskúlin sera relevantur í dag, millum annað tí hann kann birta uppundur djúphugsan í einum samfelagi, har alt gongur sera skjótt, tað heldur Annfinnur Heinesen, stjóri á Føroya Fólkaháskúla. Men hvussu ger Fólkaskúlin tað, og hvørjar avbjóðingar eru í dagsins samfelagi, har sosialir miðlar, telduspøl, netflix, google og aðrir talgildir miðlar mynda gerandisdagin hjá børnum. Tað tosar Nón við Rúnu í Skála um. Hon er kandidatur í almennum pedagogikki, og námslektari á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, har hon undirvísur í námsfrøði og í almennum didaktikki. Nú elsti mentastovnurin Føroya Landsbókasavn fylti 190 ár, setti Nón sær fyri at kanna, hvat alment dannilsi er. Hvat er alment dannilsi, hvat inniber tað, hvørji arbeiða við tí, hvønn týdning hevur tað, hví skulu vit hava tað, og er tað framvegis viðkomandi Og hvussu eitur alment dannilsi á føroyskum. Rói Patursson, heimspekingur, og Theodor Eli Dam Olsen, prestur, hugleiða um hugtakið, sum teir hava hug at nevna búgving ella mynding. Annfinnur Heinesen, háskúlastjóri, nevnir tað mentaskap og umrøður, hvussu tað hevur merkt háskúlan. Hvør er leikluturin hjá bókasøvnum í einum talgildum heimi, tá tað kemur til alment dannilsi, spyrja vit Erhard Jacobsen, fyrrverandi landsbókavørð, sum nevnir tað búgving. Hvussu fremur Fólkaskúlin alment dannilsi, spyrja vit Rúnu í Skála, námslektara á Námsvísindadeildini. Og hevur Glasir framvegis til endamáls at vera siðmennandi, spyrja vit Boga Bech Jensen, sum kallar tað almenning. Jan Mortensen, leiðari á Lønardeildini, segði við útvarpið á middegi, at tað er semingsstovnurin sum ger av, um samráðingarnar skulu takast upp aftur. Hann hevur onga viðmerking til spurningin, um lønardeildin hevur flutt seg orsaka av verkfallinum. Síðani verkfallið byrjaði eru átta børn fødd, 32 ferðir er biðið um undantøk og 23 av hesum umbønum eru játtaðar, níggju eru afturvístar, sigur Ljósmøðrafelag Føroya. Vit ætlaðu í dag at fáa eina viðmerking frá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, til fíggjarleistin hjá Klaksvíkar kommunu, men tað var ikki gjørligt til hesa sendingina. Lógin hevur fyrst og fremst reglur um fyribyrging, men onga tilbúgvingarætlan ella treytir, sum tryggja, at laksur ikki stendur eitt nú í Leynará í hálvantriðja mánað Landsdjóralæknin og Havbúnaðarfelagið hava tosað saman í dag. Birna Mørkøre sigur, at Havbúnaðarfelagið væntandi hevur tikið allan alilaksin úr Leynará um nakrar fáar dagar. Men Uttanríkisráðið eigur í framtíðini at siga løgtinginum, hvussu arbeiðshátturin hjá sendimanninum í Keypmannahavn veruliga er og, hvussu arbeiðstíð hansara er býtt millum Føroyar og Danmark. Sendimaðurin hjá Føroyum í Keypmannahavn býr í Føroyum og arbeiðir eisini í Føroyum, ta hann ikki er í sendistovuni í Keypmannahavn. Hetta er ikki brot á fíggjarlógina. Til ber at víkja frá undirkontu, so leingi høvuðskontan sendistovur verður hildin, sigur løgmaður. Sigmund Isfeldt, sum var sendimaður í Keypmannahavn til 2016, hevur síðani virkað sum sendimaður í Keypmannahavn, men við bústaði í Føroyum og starvi í Uttanríkis og vinnumálaráðnum. Hóast frágreiðingin um sendistovurnar varð liðug fyri einum ári síðani, og Poul Michelsen, landsstýrismaður, hevur gjørt av, at sendistova skal vera í Keypmannahavn, hevur landsstýrismaðurin ikki tilnevnt sendimann har enn. Løgmaður sigur seg hava skilt, at sendimaður, sum verður í Keypmannahavn burturav, verður tilnevndur, tá umstøðurnar og fortreytirnar annars loyva tí. M.a. hetta skrivar Ulf Kristersson, formaður i Moderaterna á facebook, nú bæði Liberali flokkurin og Miðflokkurin hava boðað frá, at teir fara ikki at stuðla honum sum forsætisráðharra, tá atkvøðast skal í svenska ríkisdegnum í dag. Tað gongst sera striltið í Svøríki at skipa stjórn, og nú meira enn tveir mánaðir eru lidnir síðani ríkisdagsvalið, stendur í botni. Ulf Kristersson sigur við svenska kringvarpið, at hann er vónbrotin um, at alliansuflokkarnir ikki vilja taka av møguleikanum og fáa tað frægasta burtur úr. Politiska støðan í Svøríki er so fløkt, tí tilflytarakritiski høgraflokkurin, Svøríkisdemokratarnir, sita við avgerandi atkvøðunum í ríkisdegnum. Men av tí at hinir flokkarnir ikki vilja hava eina stjórn at sita við vælsignilsi frá teimum, so er rættilig naggatódn íkomin. Kanadiska stjórnin fer at biðja um almenna umbering fyri, hvussu tuberklasjúkir inuittar úr Nunavik og Nunavut vórðu viðfarnir í tíðarskeiðinum frá 1940 til 1960. KNR skrivar, at nógvir sjúkir inuittar vórðu sendir suðureftir til sjúkrahús og sanatoriir, men at mong ongantíð komu afturíaftur. Næstan helvtin av øllum inuittum í eystur Arktis vórðu á henda hátt send til viðgerðar sunnanfyri, teir flestu til Hamilton, sum er ein býur í Ontario, og eisini til Quebec og Montreal. Nøkur fingu heilsubót og komu aftur til familjur sínar. Onnur blivu send norður aftur, men funnu ongantíð sína ætt aftur. Og mong doyðu av lungnasjúkuni og vórðu jarðað sunnanfyri. KNR skrivar, at mangan var ógreitt, hvør varð jarðaður og hvar. Familjurnar vistu einki um lagnuna hjá teimum, sum vórðu flutt suðurum, og tær fingu heldur ongantíð nakað at vita. Umberingin hevur verið umrødd av stjórnini og tveimum inuit felagsskapum, og hon kemur væntandi um stutta tíð, skrivar grønlendska kringvarpið. Tað er bretski forsætisráðharrin, Theresa May, sum hevur biðið teir mest týðandi ráðharrarnar koma á fund seinnapartin í dag at umrøða avtaluna, sum varð fingin lag seinnapartin í gjár. Tað eru bert smávegis viðurskifti eftir at fáa upp á pláss í avtaluni ímillum partarnar, segði ein talsmaður fyri Theresu May, forsætisráðharra, í gjár. BBC skrivar, at palestinar hava skotið meira enn 400 rakettir inn í Ísrael síðani í gjárskvøldið, og at ísraelsk stríðsflogfør hava bumbað hálvtannaðhundrað hernaðarlig mál í Gaza. Spenta støðan íkom, tá ísraelskar herdeildir, sum gjørdu eitt loyniligt átak í Gaza, blivu avdúkaðar sunnudagin. Ein ovasti í Hamas var ein av sjey stríðsmonnum, sum lótu lív í bardaga, og ein ísraelskur heryvirmaður, sum tók lut í loyniliga átakinum, doyði eisini. Tað vóru annars ábendingar um linna í spentu støðuni, eftir at Egyptaland og ST royndu at fáa frið í lag á markinum til Gaza, har meira enn 200 palestinar eru dripnir síðani mars mánað. Ísraelski herurin er fyri ákoyringum fyri at hava brúka óneyðuga makt móti mótmælisfólki á markinum til Gaza, men verjir seg við, at teirra herfólk bara hava skotið við skørpum, tá tað hevur verið í sjálvverju, ella tá møgulig álopsfólk hava roynt at komið sær inn á ísraelskt øki. Gjaldsfelagið, Nets, sum føroysku peningastovnarnir eisini nýta, hevur sett sær sum mál, at vera størsta felag av sínum slag í Europa. Tað sigur stjórin í felagnum, Bo Nilsson, við Børsen. Vit vilja vera bæði størst og best á europeiska marknaðinum, og tað skulu ikki ganga meir enn 5 ár, til tað verður veruleiki, sigur stjórin við blaðið. Síðani felagið fyrr í ár varð tikið av aftur partabrævamarknaðinum, hevur felagið keypt líknandi feløg bæði í Týsklandi og í Polandi, og felagið hevur framvegis áhuga í feløgum av sama slag, sigur Bo Nilsson. Worldline er hálvaaðru ferð størri enn Nets, og tá felagið almannakunngjørdi roknskapin í oktober, segði stjórin, at felagið ynskir at veksa, og liggur framvið at keypa onnur feløg av sama slag, um høvið býðst. Hóast landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum alment hevur boðað frá, at fiskidagar verða eisini næsta ár, hóast lógin sigur kvotur, hevur Vinnunevndin hjá løgtinginum tvey uppskot um fiskidagar. Hitt er uppskotið hjá tingkvinnunum hjá Framsókn um fiskidagar næsta ár, sum tær tó tóku aftur, men sum Jørgen Niclasen loftaði og legði fram aftur. Bretska fótbóltssambandið, FA, arbeiðir við eini ætlan um at minka um talið á útlendskum fótbóltsleikarum í Premier League. Tað skrivar blaðið, The Times. Finst eingin semja ímillum FA og liðini, so verður úrslitið, at leikarar úr øðrum evropeiskum londum fara at hava torførari við at fáa loyvi at koma til Bretlands. Í dag hava feløgini loyvi at hava upp í 17 leikarar í hópinum. Einstøk lið hava longu so nógvar leikarar, eitt nú Manchester City og Tottenham. Feløgini kunnu sleppa undan treytunum, um tey gera avtalu við ungar leikarar, sum kunnu venja við feløgunum. Men teir skulu hava verið í felagnum í minst trý ár, tá teir eru millum 16 og 21 ár. Nógvir útlendskir fótbóltsleikarar eru í bretsku kappingini. Í einum umfari herfyri vóru bert 62 av 220 leikarum á vøllinum úr Bretlandi. Út frá taktisku venjingini, sum Lars Olsen hevði í dag, bendi á, at Sølvi Vatnhamar og Klæmint A. Olsen fara at byrja fyri teir báðar. Tað eru framvegis fleiri dagar til dysturin verður, men í løtuni er hugsandi, at liðið kemur at síggja soleiðis út Gunnar Nielsen málverji Gilli R. Sørensen høgri vongverji Viljormur Davidsen vinstri vongverji Atli Gregersen miðverji Sonni Ragnar Nattestad miðverji Odmar Færø miðverji Hallur Hansson miðvallari Rógvi Baldvinsson miðvallari Brandur H. Olsen miðvallari Sølvi Vatnhamar miðvallari Klæmint A. Olsen áleypari Rógvi Baldvinsson verður á verjukenda miðvøllinum, stuðlar av Halli Hansson, meðan Sølvi Vatnhamar og Brandur H. Olsen vera frammanfyri. Búskaparvøksturin, sum hevur verið kring heimin, er minkandi, og tað fer at hava við sær, at eftirspurningurin eftir olju fer at minka skjótari í 2019, enn roknað hevur verið við. Tað er meitingin hjá oljufelagskapinum, OPEC, í mánaðarligu frágreiðingini, sum júst er almannakunngjørd. OPEC sigur seg rokna við, at eftirspurningurin eftir olju í 2019 verður 31,5 milliónir tunnur um dagin frá OPEC londunum. Tað eru 500.000 tunnur minni, enn felagskapurin segði seg rokna við fyri tveimum mánaðum síðani og 1,4 milliónir tunnur minni, enn OPEC londini útvinna í dag. Sambært Bloomberg tíðindastovuni er tað orsøkin til, at millum annað Saudiarabia mælir til at minka søluna av olju ein avgerð, sum skal takast á fundi í OPEC í Wien í Eysturríki í desember. Prísurin á ráolju lækkaði nógv í gjár báðumegin Atlantshavið. Tað var tólvti dagurin á rað, at prísurin lækkaði, og so nógv er hann ikki lækkaður síðani 2016. Amerikanska WTI oljan lækkaði niður í góðar 55 dollarar fyri tunnuna. Prísurin í morgun er heldur hægri. Ein tunna av olju úr Norðsjónum lækkaði ikki so nógv, men lækkaði niður í góðar 65 dollarar fyri tunnuna. Lars Olsen hevði ikki væntað, at Jóan Símun Edmundsson fór at geva avboð, tí hann spældi allan dystin fyri felagið hjá sær, Armenia Bielefeld. Nú verða krøvini um granskingaretikk í umsóknum herd. Granskingarnevndin hevur samtykt at seta krøv um ítøkiliga lýsing av etiskum viðurskiftum í øllum umsóknum um stuðul til gransking. Finalan í heimsmeistarakappingini í talvi fer í hesum døgum fram í London millum norska heimsmeistaran, Magnus Carlsen, og amerikanska avbjóðaran, Fabiano Caruana. Men um tað verður neyðugt við umdysti við bæði kviktalvi og snartalvi, so vinnur norðmaðurin, tí hann er stinnari í kvik og snartalvi enn Caruana er, sigur Helgi Dam Ziska. Tað er Fíggjarligt støðufesti, sum fyri fimm árum síðani stevndi fimm monnum og einum grannskoðarafelag eftir 150 milliónum krónum í endurgjaldi. Har fall dómur herfyri, og teir sum sakarmálið varð reist ímóti, skulu rinda eitt endurgjald, sum er góðar 28 milliónir krónur. Kravið var 250 milliónir krónur. Eftir dómin í Danmark segði stjórin í Fíggjarligum støðufesti, Henrik Bjerre Nielsen, at eftirlitið umhugsar, um tey skulu royna at kæra dómin til Hægsta rætt. Tað skal gerast í seinasta lagi 23. november. Tað ávirkar okkum øll, at hon hevur diabetes, men sjálvandi eisin hana sjálva. Eitt nú vil hon fegin fara einsamøll til Suðuroy at spæla hondbólt, men tað tori eg rætt og slæt ikki, tí eg havi ikki nóg nógv álit á nøkrum øðrum, at tey skulu hava ábyrgdina av henni og blóðsukrinum, sigur Mai Simonsen og leggur afturat Eg hevði eisini ynskt, at eg heldur ikki skuldi við henni hvørjaferð, men soleiðis má tað bara vera beint nú, sigur Mai Simonsen. Í morgunsendingini greiddi hon frá, hvussu tað ávirkar alla familjuna, at dóttirin hevur diabetes. Eisini fortaldi forkvinnan í Diabetesfelagnum, May Britt Skoradal, um tær avbjóðingarnar, sum foreldur at børnum og ungum við diabetes uppliva. Fíggjarligi ójavnin í Danmark er gingin skeiva vegin tey seinastu 10 árini, tí tey ríku eru vorðin ríkari og tey fátæku eru fátækari. Seinastu 10 árini er inntøkan hjá teimum, sum vinna minst, ikki hækkað, meðan inntøkan hjá teimum, sum vinna mest, er hækkað munandi. Eftir uppgerðini er inntøkan hjá teimum, sum vinna minst, lækkað 1 prosentstig, meðan inntøkan hjá teimum, sum vinna mest, er hækkað 18 prosentstig. Millum tey, sum vinna minst, eru lesandi, tey sum fáa útbúgvingarhjálp, og fremmand, sum eru komin til landið og fáa integratiónshjálp. Formaðurin í svenska flokkinum, Moderatarna, Ulf Kristersson, verður ikki svnskur forsætisráðharri, í øllum førum ikki í hesum umfarinum, tí hann tapti eina atkvøðugreiðslu í ríkisdegnum fyri løtu síðani. Fyri at verða valdur mátti hann fáa undirtøku frá minst 175 av teimum 349 limunum í ríkisdegnum. Tað fekk hann ikki, tí bert 154 atkvøddu fyri honum og 195 atkvøddu ímóti. Ulf Kristersson fekk bara undirtøku frá sínum egna flokki, Kristiligu Demokratunum, sum hann ætlaði at skipa eina minnilutastjórn saman við og frá Svøríkisdemokratunum. Allir flokkarnir á vinstraveinginum atkvøddu ímóti, og tað gjørdu liberalu flokkarnir, Centerflokkurin og Liberali flokkurin eisini, hóast teir vóru í valsamgongu við Moderata flokkinum á valinum fyri 66 døgum síðani. Forkvinnan í Centerflokkinum, Annie Løøf, hevði frammanundan atkvøðugreiðsluni boðað frá, at teir 31 tinglimirnir hjá flokkinum fóru at atkvøða ímóti, tí hon segði seg bera ótta fyri, at Svøríkisdemokratarnir fóru at fáa ov nógv vald við at stuðla eina minnilutastjórn. Hon boðaði eisini frá avgerðini í ríkisdegnum og legði dent á, at Svøríkisdemokratarnir eru so langt frá tí, sum borgarligi vongurin stendur fyri, at flokkurin ikki eigur at fáa ávirkan. Í tíðarskeiðinum 2. november til og við 31. desember er haruskjóting í Føroyum. Og av tí sama hava bæði Visit Tórshavn og Pól Sundskarð, sum eigur heimasíðuna, hiking.fo, sett bann fyri at ganga í fjøllunum hesa tíðina. Visit Faroe Islands fer ikki so langt sum at banna gongutúrum í fjøllunum, men tey mæla eisini frá at fara í fjøllini í harutíðini, sigur Jóan Pauli Helgason, menningarleiðari hjá Visit Faroe Islands. Hóast hon ikki tekur ímóti børnum, so hevur hon evstu ábyrgdina av ljósmøðrafakliga arbeiðinum á Landssjúkrahúsinum, og hon hevur millum annað tikið sær av samskiftinum við Ljósmøðrafelagið um undantøk undir verkfallinum. Verkfallið hjá ljósmøðrunum byrjaði hósdagin í síðstu viku, tá allar ljósmøðurnar undantikið leiðandi ljósmóðurin, fóru í verkfall. Semingsmennirnir hava javnan samband við partarnar fyri kanna møguleikarnar fyri at fáa partarnar aftur til samráðingarborðið, men sambært Terja Sigurðson semingsmanni, so er ikki grundarlag fyri at kalla partarnar saman í løtuni. Síðan verkfallið byrjaði hósdagin seinnapart hava ljósmøðurnar bert veitt bráðfeingisviðgerðir. Hetta hevur havt við sær, at kvinnur, sum hava átt, verða sendar heim fáar tímar eftir føðing, um alt hevur gingið, sum tað skal. Landssjúkrahúsið hevur boðað frá, at allar viðtalur hjá jarðarmóðrini eru útsettar. Í gjár var Kristina Háfoss á Smart City Expo World Congress, sum er millum størstu altjóða ráðstevnur um talgilding og talgildar loysnir. Eitt av høvuðsendamálunum við ráðstevnuni er at viðgera og lýsa talgildar loysnir, sum kunnu gera lívið og gerandisdagin lættari hjá fólki. Kristina Háfoss hitti í gjár Quim Torra i Pla, forsetan í Katalonia, Jordi Puigneró, ráðharra í talgilding, og Angels Charcón i Feixas, ráðharra í vinnu og vitan. Har verður tosað um millum annað tær loysnir, sum valdar eru í Føroyum og Katalonia í talgilding og umrøða møguleikar fyri framtíðar samstarvi á økinum. Á skránni eru eisini vitjanir hjá katalanska KT miðdeplinum hjá stjórnini og hjá tí eindini, sum hevur við KT trygd og Cyper Security at gera. Av tí at niðasta hæddin í kommunuskrivstovuni var eitt sindur ov lág, var farið 80 sentrimetrar niður, og tað elvdi til trupulleikar, men teir ber til at loysa, sigur Bogi Jacobsen. Luttakarar Jórun Larsen Mørkøre, Helgi Dam Ziska, Mai Simonsen, May Britt Skoradal, Brandur í Dali, Annika Sølvará og Beinta Haraldsen Í dag ber bara til at bíleggja pláss við Teistanum av Gomlurætt á Skopun. Men fyrst í 2019 verður bíleggingarskipanin eisini galdandi á farleiðini úr Skopun á Gomlurætt. Aksel V. Johannesen, løgmaður, sum eisini umsitir samferðslumál, upplýsti í tinginum fyrrapartin, at Samferðsluráðið hevur givið Strandferðsluni boð um at bíleggingarskipanin á farleiðini um Skopunarfjørð skal vera í gildi báðar vegir. Tveir næmingar í 3.flokki í skúlanum við Løgmannabreyt fara at greiða frá norðurlendsku bókmentavikuni. Evnið í ár er superhetjur. Eisini koma Legomeistararnir á vitjan. Føroyska A landsliðið við monnum er dottið trý pláss niður á styrkislistanum hjá FIFA og er nú nummar 95 av teimum 211 limalondunum. Týsdagin 20. november klokkan 19.45 føroyska tíð spæla Føroyar seinasta dystin í UEFA Nations League bólkaspælinum, tá Malta tekur ímóti á National Stadion í Ta Qali á Malta. Á styrkislistanum hjá evropeisku fótbóltssamgonguni fyri kvinnulandslið eru Føroyar nummar 42 av 49 londum, og nummar 84 av 177 londum á styrkislistanum hjá FIFA. Í februar næsta ár verður greitt, hvørji mótstøðulondini hjá føroysku kvinnunum verða í næstu EM undankappingini, sum byrjar í august, skrivar Fótbóltssambandið. Føroyingar og russar liva og arbeiða saman umborð á saltfiskatrolarunum Saidu og Captain Naumov. Hetta eru Nónhamar og gamli Skálaberg, ið nú royna í Barentshavinum undir russiskum flaggi. Reiðaríið Faryba í Havn rekur trolararnar í samstarvi við reiðaríið Murmanrybprom í Murmansk. Tveir skiparar, tveir stýrimenn, tveir maskinmeistarar og tveir kokkar eru við hvørjum skipi. SvF hevur verið ein túr í Barentshavinum við Saidu og Captain Naumov. Sigmar Bláberg og Bjarnheðin í Hoyvík hava gjørt sendingina. Síðani verkfallið hjá ljósmøðrunum byrjaði hósdagin, hevur leiðandi ljósmóðurin millum annað tikið sær av samskiftinum við Ljósmøðrafelagið um undantøk. Nú eru tað yvirlæknarnir í kvinnusjúkum, sum skulu loysa uppgávurnar hjá leiðandi ljósmóðurini, meðan verkfallið er, og tí rakar verkfallið nú eisini onnur øki enn føðideildina, sigur Jóanis Erik Køtlum, stjóri á Landssjúkrahúsinum. Ongin gransking í Føroyum vísir langtíðaravleiðingarnar av aling á føroysku firðunum. Botnkanningar og djóralívskanningar, sum verða gjørdar í dag, eru alt ov avmarkaðar, og tí vita vit ov lítið um, hvørja avleiðing alingin hevur fyri umhvørvi og djóralív upp á longri sikt. Hann heldur, at við verandi tøkni er neyvan gjørligt at alivinnan kann vaksa meira í Føroyum uttan at gera seg inn á umhvørvið. Einasta loysnin er at flyta alingina út á meira harðbalin øki. Alivinnan roynir støðugt at sleppa longur út á streymasjógv fyri at minka um árinið á firðirnar, sigur Atli Gregersen, stjóri í Luna. Vit skulu duga betri at brúka fyrivarnisregluna, har ivamál um dálking koma umhvørvinum til góðar, sigur landsstýriskvinnan í umhvørvismálum, Sirið Stenberg. Mentamálaráðið ætlar eisini, at ymsar dagføringar og møguligar bygnaðarbroytingar skulu gerast í fólkaskúlanum næsta skúlaár, sum byrjar 1.august. Nógvar viðmerkingar, átalur og áheitanir um at fáa viðurskiftini í rætt lag eru saman við uppskotinum til samtyktar frá løgtingsgrannskoðarunum, sum løgtingið fer at viðgera í dag. Løgtingið er biðið um at góðkenna roknskapin við viðmerkingum, átalum og áheitanum um at fáa viðurskifti í rættlag, sum Landsgrannskoðanin, privatir grannskoðarar og løgtingsgrannskoðararnir vísa á. Víst verður serliga á, at týðandi játtanarreglur verða ikki tiknar í álvara, at Fróðskaparsetrið hevur bókað eina millión krónur í húsaleigu fyri 2017 í fíggjarárinum 2018, at Umhvørvisstovan hevur bókað útreiðslur á Ferð á grøna orku, uttan at vøra ella tænasta er fingin afturfyri í fíggjarárinum, og at fíggingarleisturin í sambandi við Orkutøk brýtur grundleggjandi reglur í játtanarlógini og roknskaparlógini. Víst verður eisini á, at Landsverk skuldarbindur landið við langtíðarleigumáli, sum kemur í staðin fyri keyp, at síðani 2012 hevur verið ógreitt, um avlop av óbrúktari játtan hjá Granskingargrunninum skal fella aftur til landskassan, at landsstýrismaðurin í samferðslumálum ikki tekur støðu til viðurskiftini, sum Landsgrannskoðanin hevur víst á í sambandi við asfaltverkið á Sundi, og at fyrivarni verður tikið í roknskapinum hjá viðgerð uttanlands hjá Landsjúkrahúsinum. Men av tí, at tey hava sera nógv at gera í Fiskimálaráðnum beint nú, hava løgmaður og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum avtalað at útseta flytingina til árskiftið. Fíggjarnevndin hjá løgtinginum hevur spurt løgmann, hvussu liður við umbyggingini á Tinganesi, og um ætlanin er at hava øll aðalráðini á Tinganesi ella á Tinganesleiðini. Løgmansskrivstovan hevur fingið ein arkitekt at gera skitsutekningar um, hvussu nakrir bygningar á Tinganesleiðini kunnu verða brúktir til hesi trý stjórnarráðini, um teir gerast tøkir. Uppskot er um at innrætta Evensens pakkhús til móttøkur, samráðingarhøli, verkætlanararbeiði og fyrilestrasal hjá allari landsfyrisitingini. Sendingin verður tikin upp í bygdarhúsinum í Kollafirði, har umleið 50 fólk verða savnað til at skapa nýggjárshýr í november mánaði. Syngið við varð á fyrsta sinni sent í 1989 og síðstu ferð nakað var at síggja til tiltakið var í 2009, tá Kringvarpið vegna sparingar tók tiltakið av skránni. Síðani hevur ofta hevur spurt eftir tí, og í ár hevur leiðslan so gjørt av at seta sendingina aftur á skránna eftir midnátt nýggjársaftan. Soleiðis lýsir Anna Kristina Joensen, sjúkrarøktarfrøðingur, sína arbeiðsuppgávu á palliativu eindini á B6 deildini. Anna Kristina Joensen er serútbúgvin í krabbameinssjúkrarøkt og hevur arbeitt á deildini í 11 ár. Í kvøld eftir Dag og viku kemur dokumentarurin Tað er nú vit liva, sum Dagmar Joensen Næs og Jónfinn Stenberg hava gjørt. Í sendingini fylgja vit tveimum fólkum, sum eru sjúk av krabbameini, og sum hava tætt samband við B6 á Landssjúkrahúsinum. Jákup Súni Berg, stigtakari, fegnast um, at tiltakið hevur nú hevur fingið góðkenning frá IFBB, altjóða sambandinum fyri bodybuilding og fitness. Leygardagssendingin í fullum líki. Kaffiprát við Jensinu Olsen, sum eisini er í Also panelinum saman við Petrinu Berg á Lag og Nina Brockie Hansen, eitt innslag er um binding og tað at binda jólagávur. Góð tíðindi eru eisini á skránni, prát við Hørð Wardum um tað at ræsa og turka kjøt í einum afturlatnum hjalli. Hørður Wardum byrjaði at eksperimentera við afturlatnum hjalli fyri umleið tíggju árum síðan. Eisini er prát við Høgna Heinesen og konuna Amaliu Davidsen, sum skipa fyri stórari Halloween veitslu og Eyðfinn Jensen er á vitjan í Skorti. At enda er prát við Turið Mariu Jóhansdóttir, sum er ein av fyriskiparunum av fólkafundinum í Reinsarínum. Elin í Stórustovu, Sveinur Tróndarson, Elin Michelsen og Eyðfinn Jensen, leggja til rættis. Á heimasíðuni hjá Málráðnum, malrad.fo , er ein listi yvir nýggj orð í føroyskum. Ovast á listanum standa í løtuni sagnorðið, at hassjtagga, og navnorðið, eitt hassjtagg. Elin Henriksen, málkøn, greiðir frá, hvussu orðið er sett saman og komið verður eisini inn á eitt annað uppskot, sum ljóðar meiri føroyskt. Kallkyn í eintali, kvennkyn í fleirtali Orðið, fótur, er ikki eitt sjáldsamt orð í sjálvum sær, men tað má sigast at vera sjáldsamt, at eitt orð er kallkyn í eintali, men kvennkyn í fleirtali. Elin Henriksen greiðir frá, at tað eru hvønnfalsendingarnar, nar, í kallkyni fleirtali, ið eru um at hvørva, sum spæla ein stóran leiklut í hesi málbroyting. Fyri at staðfesta munin millum hesi bæði seinni orðini hevur Elin Henriksen skrivað eina søgu. Jonna Fritsdóttir Mortensen lesur søguna, sum kann hoyrast her . Í málteiginum í morgunsendingini tekur hon millum annað munin millum hesi bæði orðini upp til viðgerðar. Málteigurin hoyrist her . Ert tú sjálv einsamøll Eg eri sjálv inni í kvøld. Kemur tú ikki at vitja meg , spurdi Billa. Jú, tað kann eg gott, svaraði Klæmint. Hvør annar verður har Hvør annar Eg segði, at eg verði sjálv. Ja, sjálvandi verður tú sjálv inni, hvussu skuldi eg annars kunnað vitjað teg Eg spurdi, hvør annar verður har. Eingin, sjálvandi. Um nakar annar var inni, so var eg ikki har sjálv, heldur Billa. Men nú er Klæmint um at missa tolið. Sigur tú, at tú ikki kanst vera inni, um onnur eisini eru har Hvussu ólukkan skal eg so kunna koma at vitja teg Nei, vitjanin var av ongum. Í staðin fóru Billa og Klæmint í býin, har tey møttu Onnu og Helga. Tey høvdu eitt stuttligt kvøld, og so var tíð at fara til hús. Veðrið var gott, so tað lá væl fyri at fara til gongu. Men eg tími ikki at ganga sjálv, segði Anna Nei, nú havi eg ikki hoyrt so skapt, svaraði Klæmint. Heldur tú, at nakar tímir at bera teg Ella skulu vit kanska fara at leita eftir einum barnavogni Á, títt tvætl, segði Billa. Skilir tú ikki, at hon vil hava, at Helgi fylgir sær til hús Jú, jú. Men fyri tí noyðist hon at ganga sjálv helt Klæmint. Eg gangi ikki sjálv, um Helgi fylgist við mær, mótmælti Anna. So er einki at gera, segði Helgi og fór eitt sindur vónbrotin einsamallur til gongu niðaneftir. Eftir stóð Anna og skilti einki. Billa og Klæmint fóru til gongu úteftir. Á vegnum komu tey fram við einum pylsuvogni, sum framvegis var opin. Eg eri so svangur, segði Klæmint, eg haldi, at eg fari at keypa mær eina pylsu. Vilt tú eisini hava Nei, svaraði Billa, et tú bara sjálvur. Ja, hvat tá Eg havi etið sjálvur, síðan eg var ársgamal Eg spurdi ikki, um tú vildi geva mær at eta, eg spurdi, um tú vildi hava nakað Nei, eg er ikki svong, kanst tú ikki bara eta sjálvur Hesa ferð misti Klæmint tolið. Nei illanstíð, um eg tími at fylgjast við tær, um tú ivast í, um eg klári at fáa mær at eta sjálvur Og so rýmdi Klæmint einsamallur til hús. Eftir stóð Billa og skilti einki. Tá kom Anna gangandi yvir til hennara. Lagið var ringt. Ert tú kedd, tí at tú ert sjálv spurdi Billa. Anna nikkaði. Kom, so kunnu vit bara fylgjast, segði Billa, so eru vit ikki sjálvar longur Ikki er gott at vita, hvørjar tær so vóru. Men eitt veit eg, at tær vóru báðar einsamallar, tá tær komu hvør til sítt kamar. Líka einsamallar sum Helgi og Klæmint. Hoyr sendingina her Luttakarar, Maria Krstiansdóttir, Bjarnheðin í Hoyvík, Anna Kristina Joensen, Jákup Suni Berg, Torstein Madsen, og Elin Henriksen Hann leggur dent á, at Ljósmøðrafelagið ella Lønardeildin eiga næsta leik. Annar teirra ella báðir partar noyðast at kalla Semingsstovnin saman aftur. Fyrrapartin í morgin kl.10.00 verður seming millum Skipara og navigatørfelagið og Lønardeildini um limirnar hjá Skipara og navigatørfelagið hjá Strandfaraskipum landsins og Havstovuni. Tað brýtur í bæði borð hjá bretska forsætisráðharranum, Theresu May, hóast hon í gjárkvøldið fekk stjórnina at taka undir við uppskotinum til avtalu við ES um Brexit. Tann fyrsti var ES samráðingarráðharrin, Dominic Raab, sum sigur seg ikki kunna taka undir við avtaluni. Millum annað tí at Bretland skal vera í tollsamgongu við ES í óásetta tíð, og Bretland kann ikki sjálvt gera av, nær tann avtalan endar. Aftaná teimum báðum kom arbeiðsmarknaðar og pensjónsráðharrin, Esther McVay, og vararáðharrin í Brexit málaráðnum, Suella Braverman. Dominic Raab hevur bara verið Brexit ráðharri síðani í juli, tá fyrri samráðingarleiðarin legði frá sær. Hann sigur í skrivi til forsætisráðharran, at hann væl skilir, at hon tekur undir við avtaluni, men tað kann hann ikki sjálvur og leggur tí frá sær. Tað eru serliga tvey viðurskifti, sum eg eri ímóti, skrivar hann. Tað fyrra er avtalan um Norðurírland, sum er ein beinleiðis hóttan ímóti Bretlandi, og so veto ræturin hjá ES, tá talan er um bretsku útlimanina úr samveldinum. Esther McVay, sum hevur verið ráðharri síðani í januar, ger forsætisráðharranum greitt, at avtalan ikki er í tráð við tað, sum fólk samtyktu á fólkaatkvøðuni í 2016, og avtalan er langt frá tí, sum Theresa May, forsætisráðharri, hevði sett sum minstakrav til eina avtalu. Theresa May skal hava undirtøku í parlamentinum, fyri at avtalan skal koma í gildi, og hon roynir í løtuni at sannføra parlamentið um, at talan er um eina góða avtalu. Hóast nógvur ivi er sáddur um ætlanina, so verður roknað við, at grønlendska Landstingið í dag fer at samtykkja stóru floghavnsútbyggingina, sum fer at kosta 3,6 milliardir krónur. Eftir ætlanini skulu floghavnirnar í Nuuk og Illulisat útbyggjast, og ein nýggj floghavn skal byggjast í Qaqortoq í Suðurgrønlandi. Bæði andstøðan og serkøn fólk hava sóknast eftir meiri vitan um ætlanina, tí hon fer at kosta helvtina av grønlendsku bruttotjóðarúrtøkuni, og tá mugu greiðar ætlanir vera, sigur millum annað danski professarin, Ulrik Jørgensen, sum starvast á universitetinum í lborg. Saman við K re Hendriksen, sum er lektari á tekniska universitetinum í Danmark, sóknast hann eftir eini veruligari ætlan fyri útbyggingina. Fleiri vilja eisini vera við, at tað hevði verið betri at nýtt peningin til vegasamband heldur enn til eina floghavn í eitt nú Qaqortoq. Víst verður millum annað á royndir úr Føroyum, Íslandi og Noregi, har vegasamband er við til at binda økini saman, og at tað serliga er galdandi fyri Suðurgrønland, har námsvinna er, samstundis sum talið av ferðafólkum veksur í stórum. Landslæknin sigur, at størri vandi er fyri, at smittan fer at breiða seg, tí royndirnar vísa, at hesin aldurbólkurin hevur kynsligt samband við fleiri persónar. Henrik Hansen dugir ikki at siga, hví fleiri tilburðir av HIV verða staðfestir nú, tí eisini grønlendingar áttu at verið væl upplýstir um vandan. Henrik Hansen, landslækni, sigur, at sjúkur, sum standast av kynsligum sambandi, eiga at verða tiknar í álvara, tí tær kunnu fáa víðfevnasr avleiðingar fyri tann einstaka og samfelagið, sigur hann. Tað hevur týdning fyri undankappingina til EM í fótbólti, at Føroyar fáa stig í teimum síðstu UEFA nations league dystunum. Tað sigur Kristin Dam Ziska, varaaðalskrivari í Fótbóltssambandinum. Eydnast tað ikki, er vandi fyri, at føroyska fótbóltslandsliðið verður styrkismett í lægsta bólkinum, tá lutakastið verður í desember. Hoyr samrøðu við varaaðalskrivararn omanfyri. Nú tveir dystir eru eftir at spæla í UEFA Nations League undankappingini eru Føroyar á triðja plássi í bólki 3. Suðuroyar Betongsaging hevur fingið sektaruppskot upp á 10.000 krónur. Arbeiðs og Brunaeftirlitið er liðugt at viðgera hendingina á Varðanum Pelagic, har ein maður fekk ein betongklossa omanyvir seg og kom álvarsliga vandastøðu á Varðanum Pelagic tann 29. mai í ár. Fyriskipanin og stýringin av arbeiðinum var ikki nøktandi, tá ein maðr fekk ein betongklossa á seg, og hetta var orsøk til, at starvsfólkið kom í eina álvarsliga vandastøðu. Tað er niðurstøðan hjá Arbeiðs og Brunaeftirlitinum eftir hendingina á Varðanum Pelagiv tann 29 mai í ár. Sambært lógini um arbeiðsumhvørvið skal arbeiðið í øllum lutum skipast soleiðis, at tað kann útinnast trygdarliga og heilsuliga forsvarligt út frá eini meting av teimum umstøðum í arbeiðsumhvørvinum, sum kann hava ávirkan á likamligu ella sálarligu heilsuna, skrivar Arbeiðs og Brunaeftirlitið, sum staðfestir, at Suðuroyar Betongsaging ikki hevur hildið sínar skyuldur sum arbeiðsgevari í mun til nevndu áseting. Arbeiðs og Brunaeftirlitið metir, at arbeiðið var ikki nóg væl lagt til rættis og at tað var hugsað ov lítið um, hvussu tungur betongklossin var. Klossin átti at verið tikin niður í fleiri smærri pettum, serliga við atlitið til, at eingin lyftiútgerð varð nýutt til uppgávuna Suðuroyar Betongsagin, hevur fingið eitt sektaruppskot frá Arbeiðs og Brunaeftirlitinum uppá 10.000 krónur. Tekur Suðuroyar Betongasagin ikki við sektaruppskotinum, verður málið koyrt til løgregluna. Tað snýr seg um vanlukkuna á Varðanum Pelagic 21. juni, har ein maður var áðrendur av eini lyftu og doyði. Arbeiðsgevari var MTV Byggivirkið. Hetta málið er ikki liðugt viðgjørt orsøkin er millum annað, at løgreglan skal kanna nøkur viðurskifti aftrat, áðrenn frágreiðingin kann skrivast, sigur Leivur Persson, stjóri á Arbeiðseftirlitinum. 29. december í 2017 fekk ein maður armin fastan í eina maskinu hjá Bakkafrost eisini í hesum málinum mangla nakrar kanningar hjá løgregluni, men frágreiðingin er ávegis, sambært stjóranum í Arbeiðs og Brunaeftirlitinum. Fjórða málið, sum Arbeiðseftirlitið viðgerð, er hendingin, tá ein maður varð yvirkoyrdur av einum trukki á Kósini tann 14. juni í ár. Tann frágreiðingin er ikki skrivað enn, men kanningararbeiðið er gjørt, sigur stjórin á Arbeiðseftirlitinum, sum væntar, at frágreiðingin verður liðug um eini tvær vikur. Sjálv dokkingin, tað er viðlíkahald og umvælingar, kostar 16,3 milliónir, og tað kostar 9,7 milliónir krónur at leiga annað skip, meðan Smyril er í dokk. Strandfaraskip landsins hava samráðingar um tvey avloysaraskip fyri Smyril, annað teirra er Galaxy, sum fyrr hevur siglt á Suðuroyarleiðini. Hann hevur drúgvar royndir innan marknaðarførlsu, sum hann hevur arbeitt við í 32 ár. Fyri trimum árum síðani upplivdi hann størstu lívskreppu sína, tá hann var blakaður úr fyritøkuni, hann sjálvur var við til at stovna. Útblakingin gjørdi, at Høgni bókstaviliga fór at ganga aðrar leiðir. Hann fór ein Caminotúr, har hann skrivaði dagbók og fyri stuttum gav hann so bókina Mín caminodagbók út. Tí skjýtur Mentamálaráðið upp at seta ein arbeiðsbólk at gera uppskot til tillagingar í tímabýtinum og lærugreinabýtinum í føroyska fólkaskúlanum. Tann bólkurin skal millum annað taka støðu til, um kravda tímatalið hjá øllum árgangum skal lækka tveir tímar um vikuna, ella um teir báðir tímarnir skulu brúkast øðrvísi. Fleiri siga hinvegin, at tað er enn meira umráðandi at broyta tíma og lærugreinabýtið, so skúladagurin verður meira verkligur og listarligur. Lærugreinapartarnir í handverki og list eiga at fáa rúmd í undirvísingini, og næmingarnir eiga eisini í størri mun at kunna velja lærugreinir eftir áhuga í tildømis fimta flokki. Tímatalið í føroysku skúlaskipanini er høgt sammett við hini norðurlondini. Orsøkin er serliga, at tað eru nógvir tímar í donskum. Millum annað eru føroysku næmingarnir í miðal 6,3 undirvísingartímar longur í skúla um vikuna í hvørjum einstøkum árgangi enn í Finnlandi. Tað eggjar eisini til at endurskoða hesi viðurskifti við tildømis styttri skúladøgum og víðkaðari tvílæraraskipan, stendur í frágreiðingini. Tí er eisini vert at umhugsa, um handverk og list, musisku og kreativu lærugreinirnar eiga at fáa betri sømdir í føroyska skúlanum. Lærararnir skulu framvegis hava 198 dagar, so teir hava eina viku at eftirmeta farna skúlaár og at fyrireika næsta skúlaár, stendur í frágreiðingini. Taki eg tað ikki í álvara, so hoyrir áhoyrarin beinanvegin, at tað meinar hann ikki. So tá eg syngi ein svenskan ella norskan slagara, so verður tað lagt lív og sál í tað, sigur tónleikarin úr Vági. Føroysk alivinna er komin á eitt vegamót. Vinnan hevur verið í stórari menning seinnu árini, men hevur nú fingið eina stødd sum ger, at fólk seta spurningar við umhvørvisligu burðardygdina. Ein av teimum er landsstýrismaðurin í vinnumálum. Landsstýrismaðurin stúrir fyri haldførinum í vinnuni, um ávirkanin á náttúruna er ov stór. Tí hevur vøksturin í tonsum ikki verið merkisverdur seinastu árini, hóast vinnan hevur duga væl at vunnið meir fyri hvørt tonsið. Alivinnan hevur risastóran týdning fyri samfelagsbúskapin, men júst tí eigur haldførið at vera raðfest hægri enn stutttíðarvinningur, heldur landsstýrismaðurin. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, varar av føroyska umhvørvinum. Hon heldur eisini, at vitanin um árin av alivinnu er ov avmarkað. Tað segði hon í Radaranum í gjár. Men tað er vón fyri einum framhaldandi vøkstri í alivinnuni. Vøksturin verður treytaður av ávísum tøkniligum frambrotum, sum fara at gera tað møguligt at leggja ringar út á meira streym og veðurbard øki, segði Atli Gregersen, stjóri í alifyritøkuni Luna, í Radaranum. Fyrr í ár endurstovnaðu suðuroyingar sjónleikarfelagið og fóru í holt við eina lokala kabarett, sum varð framførd fyri fullum sali í Salt á Tvøroyri. 100 ár eru liðin, síðan fyrra verðinskríggj endaði. Hvat gjørdi fyrra verðinskríggj við heimskortið, og eru ósemjur og altjóða konfliktir í dag, sum stava frá stóra krígnum . Tað tosa vit við Hans Holm landafrøðing um, og eins og vit hoyra, hvat kríggið gjørdi við Føroyar. Vit kjakast eisini um alivinnuna, tá ið politikarar og alari tað eru Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi, Kaj Leo Johannesen úr Sambandsflokkinum og Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í Marine Harvest koma í útvarpsstovuna og hyggja frameftir við atliti at aling, lóggávu, ábyrgd, eftirliti og marknaði. Og so fáa vit eitt prik frá Jákupi Veyhe eisini. Hesin mentanarmikudag í Nón fer snýr seg um yrkingar, tónleik og film. Filmurin, Søgan um Ruth um listakvinnuna úr Vági, eftir Árna Nicolajsen hevði frumframsýning í Vági seinasta sunnudag. Dagfinnur Olsen ummælir filmin. Týsdagin 8. november vóru árligu MA Jacobsensvirðislønirnar, sum Tórshavnar Býrað letur handaðar í Müllers Pakkhúsi. Rannvá Holm Mortensen fekk heiðurslønina fyri fagrar bókmentir fyri yrkingasavnið, Sólsmakkur. Seinni tímin snýr seg allur um Poul F. Joensen, sum 18. november hevði fylt 120 ár. Helgi Eidesgaard, langabbasonur Hargaskaldið og søgufrøðingur, kemur at greiða frá skaldinum og manninum, og tónleikarin Hanus G., sum hevur ódeyðiligagjørt orðini hjá Poul F. sigur frá sínum áhuga í skaldinum og arbeiði sínum við at seta tónleik til orð hansara. Marin og Árni hava ólekjandi krabbamein. Tey hava valt ikki at fáa lívsleingjandi kemoviðgerð, tí tey vilja hava tað gott saman við sínum kæru ta tíðina, tey eiga eftir. Palliativa toymið á Landssjúkrahúsinum hjálpir fólki við ólekjandi krabbameini at liva so væl sum gjørligt við sjúkuni ta seinastu livitíðina. Eitt grundprinsipp fyri at lata menningarkvotur var, at hesar menningarkvoturnar skuldu skapa menning í teimum økjum, kvoturnar vórðu latnar. Men í staðin fyri at landa uppsjóvarfiskin í Vestmanna, Hvalba og í Sandoynni er fiskurin í fleiri førum landaður í Fuglafirði. Tað staðfestir Vørn, sum er myndugleikin, ið hevur fingið boð um at útskriva fiskiloyvini til menningarkvoturnar, og sum eisini savnar inn upplýsingar um, hvar fiskurin verður landaður. Vestmanna Seafood, Delta Seafood. P F Steintór og TG Fisk og P F Vørðutíggjur hava øll tikið ímóti menningarkvotum, sum síðani eru fiskaðar og landaðar í Fuglafirði. Talan er um makrel og norðhavssild. Uppsjóvarskipið Arctic Voyager, sum fiskar menningarkvoturnar fyri Vestmanna Seafood, hevur landað 510 tons av norðhavssild til Pelagos í Fuglafirði. Fuglafjørður, ið sum kunnugt liggur í Eysturoynni, lýkur ikki økisrættarligu treytirnar í tilsøgnini, staðfestir Fiskimálaráðið. Sama uppsjóvarskip, Arctic Voyager, hevur eisini fiskað menningarkvotur fyri Delta Seafood á Tvøroyri. Her er talan um kvotur til menningarætlanir í Suðuroynni um fisk, ið skal virkast hjá TG Seafood í Hvalba og Delta Seafood á Tvøroyri. Men eisini her er fiskurin endaður í Fuglafirði. Arctic Voyager hevur, sambært Vørn, landað 940 tons av norðhavssild til Pelagos í Fuglafirði. Landingar, sum í so stóran mun eru framdar uttanfyri økið, ið umsókn og avgerð eru grundaðar á, eru nýggir faktuellir upplýsingar av stórum týdningi fyri avgerðina um at lata menningarkvotu til tykkum fyri 2018. Vísandi til hesar umstøður er ætlanin at taka tilsøgnina aftur at fiska menningarkvotu í 2018. Í gjár, 15.november, hevur Fiskimálaráðið aftur skrivað til Delta Seafood. Felagið fær eina ávaring og herdar treytir um sjálvt at gagnnýta restina av menningarkvotuni í 2018 innanfyri ta verkætlan, menningarkvoturnar eru givnar til. Sambært skjølunum í málinum sleppur Delta Seafood við eini ávaring, tí felagið lovar bót og bata, og at øll írestandi menningarkvotan verður gagnnýtt í tí verkætlan, kvotan er latin til. Triðja felagið Partafelagið Vørðustíggjur í Húsavík sleppur ikki so lætt. Eysturbúgvin og Vesturbúgvin fiska menningarkvoturnar fyri felagið, og trolararnir hava higartil landað 240 tons av makreli og 260 tons av norðhavssild í Fuglafirði, staðfestir Fiskimálaráðið í ætlanarskrivi um afturtøku av menningarkvotunum til hetta felag, dagfest 1.november. Sambært svarskrivinum frá partafelagnum Vørðustíggjur stakk ein ósemja um prís seg upp millum felagið og Sandoy Seafood í Skopun, sum skuldi taka ímóti parti av menningarkvotuni. Hin samstarvs felagin, virkið í Hvalba, var ikki klárt at taka ímóti fyrstu lastunum av menningarkvotu frá Eysturbúgvanum og Vesturbúgvanum. Í síni endaligu avgerð, dagfest í gjár 15.november, staðfestir Fiskimálaráðið, at Eysturbúgvin og Vesturbúgvin hava hildið fram við at avreiða menningarkvotur í Fuglafirði. Sambært aðalráðnum var tað ein fortreyt fyri at lata Vørðustíggjur menningarkvotur, at fiskurin skuldi virkast í Sandoynni. Tí er ein ósemja við virkið í Skopun somikið grundleggjandi brot á fortreytirnar fyri yvirhøvur at fáa menningarkvotur, at kvoturnar eiga at takast aftur. Vørðustíggjur fær tó eina lítla lívlinju. Felagið fær eina seinastu freist at fáa viðurskiftini í rætt lag áðrenn hósdagin 22. november klokkan 16, soleiðis at verkætlanin kann fremjast í Sandoynni. Ber tað ikki til, verður menningarkvotan tikin aftur. Fjórða felagið við menningarkvotu P F Steintór og TG Fish hevur eins og onnur feløg fingið Arctic Voyager at fiska menningarkvoturnar fyri seg. Her staðfestir Vørn, at skipið hevur landað 950 tons av norðhavssild í Fuglafirði. Hesi 950 tonsini eru at kalla øll menningarkvokvotan av norðhavssild, sum also er gagnnýtt uttanfyri verkætlanina og uttan fráboðan ella góðkenning úr Fiskimálaráðnum. Avtalan, sum Theresa May, forsætisráðharri, hevur gjørt við ES um Brexit, ber í sær, at Bretland fær 21 mánaðir aftrat at fyrireika seg í. Men freistin kann leingjast, verður tað neyðugt. 29. mars fer Bretland sambært grein 50 í ES sáttmálanum úr ES, og avtalan, sum er umleið 600 síður, skal tryggja, at Bretland kann fara úr samveldinum undir skipaðum viðurskiftum. Í hesum tíðarskeiði skulu stjórnin og vinnulív leggja um til skiftið. Harafturat skal tíðin brúkast til at semjast um handils og samstarvsavtalur millum ES og Betland. Londini bæði eru samd um ikki at hava nakað eftirlit á markinum, men tað ber ikki til, tá annað landið er í ES, og hitt er uttanfyri. Hesin trupulleikin verður ikki loystur við avtaluni. Bretland skal framhaldandi hava fríhandilsavtalur við ES, men fiskivinnan verður hildin uttanfyri, skrivar BBC. Sambært avtaluni skulu partarnir royna at fáa eina avtalu um fiskivinnu í lag. Eru Bretland og ES londini ikki komin ásamt um eina fríhandilsavtalu, áðrenn skiftistíðin er av, skal eitt verjunet tryggja, at markið framvegis er opið, og støðan verður tann, at Bretland verður verandi í tollsamgongu við ES. Í hesi støðuni kann Bretland ikki gera avtalur við triðjalond. Backstop reglurnar, sum tær verða nevndar, kunnu bara sigast upp, um bæði ES og Bretland vilja tað. Henda støðan hevur fingið fleiri ráðharrar í stjórnini hjá Theresu May, forsætisráðharra, at leggja frá sær. Millum annað Brexit ráðharrin, Dominic Raab, legði frá sær í gjár. Eg havi arbeitt fyri at fáa so góðar treytir sum til ber, men uppskotið, ið er lagt fram, hevur tvey álvarslig lýti. Annað er, at tað kann skeikla bretsku heildina. Tað seinna er, at vit kunnu enda við at verða niðurbundin í eini ES skipan, sum vit ikki stýra sjálvi ella hava møguleika at sleppa burturúr. Eg haldi, at tað er skaðiligt fyri okkara búskap og vandamikið fyri okkara fólkaræði. Forsætisráðharrin hevur tørv á einum Brexit ráðharra, ið vil halda somu kós sum hon, men tað geri eg ikki. Eg virði hana, men eg haldi, at vit eiga at skifta kós, segði Dominic Raab, sum nú hevur lagt frá sær sum Brexit ráðharri, við BBC í gjár. Um játtan ikki verður til at arbeiða alt árið við at gera nýggjar tunlar, skal tunnilsliðið arbeiða við nýgerð so langt, tann játtanin røkkur, og annars við viðlíkahaldi í verandi tunlum, sigur Samferðslumálaráðið. Tríggjar lógarbroytingarnar fara at kosta landskassanum 10,4 milliónir krónur næsta ár, men útreiðslan veksur so hvørt, sum eftirlønargjaldið veksur hvørt ár til 2026. Tá pensjónsnýskipanin varð samtykt, varð samstundis samtykt, at almannaveitingar, sum koma í staðin fyri løn, eisini koma undir eftirlønarlógina. Tí hevur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, trý lógaruppskot í tinginum, sum skulu tryggja, at eftirlønargjaldið verður lagt aftur at veitingini, og veitingarnar hækka tí svarandi til eftirlønargjaldið. Veitingarnar, sum lógaruppskotini fata um, eru forsorgarhjálp, uppihaldsveitingar til arbeiðsfremjandi tiltøk, lønarískoyti til tillagað starv og endurgjald fyri inntøkumiss til teirra, sum heima ansa børnum, sum bera brek. Tað dregur út at umvæla Sam, sum stendur á sleipistøð í Havn, og hann fer tí ikki sigling aftur fyrr enn leygarmorgunin 24. november. Ætlanin var, at hann skuldi fara í sigling aftur nú, men av tí at eykalutirnir, sum tørvur er á, mugu serframleiðast, verður Sam ikki liðugt umvældur fyrr enn um eina viku. Julius Vest og FC Suðuroy ætlaðu annars, at samstarvið skuldi halda fram tó við teirri treytum, at samstarvið skuldi hava við sær millum annað felags roknskap, nýtt felag, nýtt navn og at spælast skuldi bæði í Trongisvági og í Vági. Teir høvdu aðalfundarsamtyktina at halda seg til, og tað var tað, og harvið er samstarvið nú søga, segði Julius Vest við in.fo í gjár. Formaðurin í TB heldur, at tað er fleiri orsøkir til, at tíðin ikki er búgvin til samanlegging. Millum annað snýr tað seg um pengar. Tað hevur nakað við pengar at gera og hevur eisini nakað við kenslur at gera. Eg haldi sjálvur, at vágbingar eru fínir til nógv ting. Teir hava stórar visjónir og tankar um fótbóltin her suðri. Teir skjóta sjálvir upp, at nú skal alt vera eitt felag og eitt lið, men tað eina liðið skal hava tveir heimavallir at spæla á, og tað dugi eg ikki at skilja, sigur Henrik Thomsen. Fyrrverandi venjarin hjá felagsliðnum, Glenn St hl, er meiri hvassorðaður á facebookbólkinum, Suðringar. Hann kallar hetta eina gølu og skrivar bart út, Hvíl í friði, fótbóltur í Suðuroy. Samtyktin ber í sær, at farast kann undir at leingja flogbreytirnar í Nuuk og Ilulissat upp í 2200 metrar, og flogbreytin í Qaqortoq verður 1500 metrar long. Lógin um nýggju floghavnirnar heimilar eisini grønlendska landsstýrinum at skriva undir avtalu við Danmark, sum verður við til at fíggja floghavnirnar í Nuuk og Ilulissat. Danskir myndugleikar fáa sýtingarrætt í felagnum, sum skal byggja floghavnirnar, hóast Danmark bara fer at eiga triðingin í felagnum. Man situr eftir við løgnari kenslu eftir at hava upplivað dagin í gjár. Hetta var ikki akkurát tað, vit høvdu ætlað. Soleiðis sigur Henrik Thomsen, formaður í TB. Í gjárkvøldið hittust partarnir í felagsliðnum TB FC Suðuroy Royn enn einaferð fyri at avgera framtíðina hjá felagsliðnum. Eftir fundin í gjárkvøldið er greitt, at samstarvið er steðgað. FC Suðuroy hevði stungið út í kortið, at nú skuldi tað vera samanlegging, og alt skuldi blíva broytt her suðri við fótbóltinum. Vit vóru ikki ordiliga klárir til at fara í eina samanlegging enn. Samstarvið dámdi okkum væl, og tað riggaði væl, sigur Henrik Thomsen. Tað hevur nakað við pengar at gera og hevur eisini nakað við kenslur at gera. Eg haldi sjálvur, at vágbingar eru fínir til nógv ting. Teir hava stórar visjónir og tankar um fótbóltin her suðri. Teir skjóta sjálvir upp, at nú skal alt vera eitt felag og eitt lið, men tað eina liðið skal hava tveir heimavallir at spæla á, og tað dugi eg ikki at skilja, sigur Henrik Thomsen. Í morgunsendingini greiddi hann frá fundinum og framtíðini hjá fótbóltinum í Suðuroy. Hoyr samrøðuna omanfyri. Óluva Klettskarð í Tjóðveldi hevur boðað frá einum skrivligum fyrispurningi til Aksel V. Johannesen, løgmann, um byrgingina um Haraldssund Hon spyr, hvørjar ætlanir Landsverk hevur um at gera byrgingina um Haraldssund lidna, og um løgmaður heldur, at tað er skilagott at teingja arbeiðið at gera nýggjar tunlar norður Fjall saman við arbeiðnum at gera byrgingina um Haraldssund liðugt. Óluva Klettskarð sigur í viðmerkingunum til spurningin, at í 2008 fekk Landsverk eina játtan at gera ætlan um at gera byrgingina lidna. Soleiðis sigur Petur Mittún, aðalskrivari í ÍSF, tá Leygardagur bað hann hugleiða eittt sindur um ítrótt hjá børnum fyrr og nú. Tó so, munirnir síggjast eisini. Til dømis tykist kapping at vera nógv meira týdningarmikil nú, enn tað at stuttleika sær saman, umframt at foreldur spæla størri leiklut í ítróttarlívinum hjá børnunum. Eisini vórðu børn í 4. flokki í Skúlanum við Løgmannabreyt spurd ymiskar spurningar um ítrótt. Í vikuni andaðist danski, kendi sjónleikarin Morten Grunwald, eftir drúgva sjúkralegu, og harvið er hann tann seinasti av teimum trimum í Olsen bandanum farin um sýnina. Ein, sum kendi Morten Grunwald, áðrenn hann varð kendur sum Benny í Olsen bandanum, er fyrsti útbúni føroyski sjónleikarin, Eyðun Johannesen. Útflutningurin fyrstu níggju mánaðirnar í ár minkaði 764 milliónir krónur, ella 12 prosent, samanborið við somu tíð í fjør, vísa tøl hjá Hagstovuni. Útflutningsvirðið á toski, upsa og hýsu vaks 66 milliónir fyrstu níggju mánaðirnar, ella sjey prosent, men laksaútflutningurin minkaði 600 milliónir krónur., ella 21 prosent. Vit hava innflutt maskinur og amboð fyri 200 milliónir meira enn í fjør, og innflutningurin av tilfari til byggivinnuna var 150 milliónir størri enn fyrstu níggju mánaðirnar í fjør, vísa tølini hjá Hagstovuni. Mariam Skovfoged, kunningarstjóri í SAS, sigur við Dimmalætting, at túratalið er minkað, tí eftirspurningurin er minkaður, men eisini tí, at SAS bíðar framvegis eftir at fáa góðkenning til RNP skipanina. Mariam Skovfoged sigur, at eitt nú danir, kinesarar og amerikanarar flúgva við SAS á Føroya rutuni, men aðalmálið er at fáa føroyingar flúgva við SAS. Tí hevur RNP skipanin so stóran týdning fyri felagið, sigur hon . Í gaman og álvara , Hørpuspælarin og Á fold eru túsund gudar eru tríggjar útgávur, har Hanus G. Johansen hevur gjørt løg til yrkingar hjá Poul F. Joensen. Serliga Gaman og álvara er vorðin ein klassikari í føroyskari tónleikasøgu. 18. november eru 120 ár síðan Poul F. var borin í heim, og tað verður hátíðarhildið. Hanus G. Johansen hevur sín lut í, at Poul F. framvegis er so kendur millum fólk, tí sangirnir eru nógvir vorðnir fólkaogn. Hanus sigur, at hann hevur nógv tilfar afturat eftir Poul F. liggjandi, sum bara bíðar eftir at vera útgivið. Hoyr prátið við Hanus G. Johansen um hansara tokka til Poul F. Eg haldi, at skúladagurin í føroyska fólkaskúlanum er ov langur. Vansin er, at næmingarnar verða troyttir, sigur Regin Marnersson, sum er skúlastjóri í Skúlanum á Fløtum í Havn. Og eg haldi eisini, at skúladagurin í føroyska fólkaskúlanum er ov bókligur. Tað er ov lítil rúmd fyri tí handaliga, skoytir hann uppí. Landsstýriskvinnan í mentamálum hevur lagt upp til eitt orðaskifti um føroyska fólkaskúlan. Skúlastjórar halda, at skúladagarnir eru ov langir, og tað er ein bági fyri hugin hjá børnunum at læra. Fleiri stór ríki gingu undir, og nýggj lond komu fram. Vinnandi partar býttu heimin millum sín og skaptu landamørk, sum skaptu konfliktir, sum eru kyknaðar aftur í dag, sigur Hans Holm, landafrøðingur, sum kortleggur avleiðingarnar av fyrra verðinskríggi. Tann 11. november í 1918 klokkan 11, skrivaðu stríðandi partarnir í fyrra heimsbardaga undir eina vápnahvíld, sum á pappírinum endaði fyrra verðinskríggj. So løgið tað ljóðar, kann fyrri veraldarbardagi í dag tykjast meira aktuellur enn seinni veraldarbardagi. Meðan lítið sæst til avleiðingarnar frá øðrum heimsbardaga, síggjast nú nógvir trupulleikar frá krígsloki í 1918 aftur trupulleikar, sum vóru frystir niður til og við kalda kríggið. Vit hyggja at krígnum úr ein landafrøðiligum sjónarhorni saman við Hans Holm og spyrja, hvat fyrra verðinskríggj gjørdi við heimin og heimskortið. Spælir fyrri heimsbardagi og tær semjur um landamørk, sum vóru gjørdar eftir kríggið, framvegis ein leiklut í konfliktum, ósemjum og stríði, sum vit síggja í dag Tað heldur Hans Holm. Hoyr samrøðuna við Hans Holm her. Tað er ikki so svart ella hvítt. Tað snýr seg ikki bara um tal av tímum. Tað snýr seg eisini um innihaldið í sjálvum skúladegnum, sigur hon. Og hon vil hava greiðu á, um tímatalið í føroyska fólkaskúlanum skal lækka, tí skúlastjórar vísa á, at skúladagarnir eru langir, og tað er ein bági fyri hugin hjá børnunum at læra. Eg haldi, at skúladagurin er ov langur, og vansin er, at næmingarnir troyttast, segði Regin Marnersson í útvarpinum í gjárkvøldið . Heldur enn at tosa, um skúlavikan skal styttast tveir tímar, ella um danskt skal niðurraðfestast, so eiga vit at spyrja, hvussu langur ein skúladagurin í grundini kann vera hjá einum næmingi, heldur Regin Marnersson. Tað er trupult at siga, tí um skúladagurin er fjølbroyttur, so kennist hann heldur ikki so tungur. Men er skúladagurin einstáttaður, so verður hann eisini tungur, sigur hon. Tað er ikki bara ein spurningur um sjálvt tímatalið, men eisini um fjølbroytni. Og ikki minst, so er tað eisini ein spurningur um dygd. Nógvir skúlatímar er ikki tað sama sum góðir skúlatímar. Tað krevur kanska, at vit uppraðfesta handligu lærugreinarnar fyri at fáa størri fjølbroytni, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum. Eitt ítøkiligt dømi er hjartað. Hví skulu næmingarnir fara inn í eina skúlastovu at lesa ellivu síður um hjartað Tað ber til at keypa eitt hjarta í kølidiskinum í Miklagarði og at skera tað sundur. Lærdómurin er nógv størri í tí, sum næmingarnir sleppa at nerta við, skera í, brenna og spreinja og seta streym til, sigur Regin Marnersson, skúlastjóri í Skúlanum á Fløtum. Men tað krevur eisini, at vit spyrja okkum sjálvi, hvat skal niðurraðfestast. Tað er tað kjakið, sum vit skulu taka nú, sigur hon. Russisku matvørumyndugleikarnir fara at steðga innflutningi frá Bakkafrosti á Glyvrum um eina viku, hevur Bakkafrost boða keypsskálanum í Oslo frá. Hetta eru brúgvar, sum eisini krevja viðlíkahald um heilt stutta tíð, men ikki eru komnar líka langt í niðurbrótingini, sum brýrnar á fjórða stigi. Hvussu brúka børn og ung sína frítíð samanborið við, hvussu børn brúktu tíðina fyri 15 20 árum síðan. Tann spurningurin var á skránni í Leygardegi hesaferð og millum annað vóru vit á vitjan á Skála, har vit tosaðu við seks børn úr 5., 6. og 7. flokki um evnið. Hoyr her John, Aldu, Róar, Katarinu, Nóa og Daniu seta orð á, hvat tey brúka tíðina til, tá tey eru liðug við skúlan. Vit tosa um, hvussu nógva tíð tey brúka frammanfyri skerm og hvat tey annars takast við. Menningarkvoturnar hava higartil verið ein vanlukka fyri okkara virki. Tað sigur nevndarformaður í Sandoy Seafood, sum hevur ligið stilt at kalla allan oktober. Hóast vit vóru partur av eini umsókn, sum fekk tillutað menningarkvotu til Sandoynna, vóru vit bara áskoðarar, meðan makrelurin og sildin vórðu landað í Fuglafirði. Enntá av somu skipum, sum vanliga høvdu avreitt upsa til okkara virki, sigur Hans Jákup Mikkelsen. Í summar fekk Hans Jákup Mikkelsen ein fyrispurning frá reiðarínum Vørðustíggjur um at vera við í eini verkætlan at útvega menningarkvotu til Sandoynna. Stjórin í Marine Harvest, sum eisini er nevndarformaður í Sandoy Seafood, játtaði, og seinni fekk Vørðustíggjur tilluttað menningarkvotu. Ein trupulleiki, sambært Hans Jákupi Mikkelsen, er, at eingin undirskrivað avtala er millum partarnar tað vil siga Vørðustíggjur og Sandoy Seafood. Meðan Eysturbúgvin og Vesturbúgvin fiska menningarkvotur makrel og norðhavssild ið verða landaðar til Pelagos í Fuglafirði, liggur virkið í Skopun stilt. Í 15 arbeiðsdagar í oktober hevur einki arbeiði verið til tey 50 60 fólkini á virkinum í Skopun. Eingin menningarkvota og heldur eingin upsi, sum virkið annars plagar at keypa frá somu skipum, sum nú fiska hesa menningarkvotu, sigur Hans Jákup Mikkelsen. Reiðaríið Vørðustíggjur hevur í brævi frá Fiskimálaráðnum fingið freist til hósdagin 22. november klokkan 16 00 at fáa viðurskiftini uppá pláss, soleiðis at restin av menningarkvotuni hjá felagnum kann landast til virkið í Skopun. Ella verður menningarkvotan tikin aftur. Í kvøld verður føroyskur dansur í Norðurlandahúsinum. Tað er Dansifelagið í Havn, sum skipar fyri. Gunnari Restorff er nevndarlimur í felagnum. Dansikvøldið í Norðurlandahúsinum er eitt barnavinarligt familjutiltak. Á skránni eru lættar vísur fyri børn og vaksin, til dømis Burtur á heiði og Veturin kom. Sum útgangsstøði kvøða vit ikki meiri enn tíggju minuttir av hvørjum kvæði, tí børnini skulu ikki keða seg , sigur Gunnar. Eisini verða onkur tyngri kvæði kvøðin, til dømis Ormurin langi. Brestir, sonur Gunnar, sum nú er hálvvaksin og gongur á øðrum ári á Glasi, er í ferð við at læra seg at skipa Brestis kvæði, og, sum hann skemtiliga heldur fyri, er kvæðið uppkallað eftir sær. Umframt virksemið í Dansifelagnum, er Gunnar Restorff formaður fyri Sláið ring , sum er landsfelagið fyri føroyskan dans í Føroyum. Hann greiðir frá, at felagið ger eitt stórt arbeiði at fáa fleiri at leggjast afturat føroyska dansinum. Sum mongum kunnugt, er Gunnar professari í støddfrøði á Fróðskaparsetri Føroya. Spurdur um, hvussu hetta sampakkar við føroyskan dans, svarar hann, at hann brúkar hetta sum kærkomið frítíðarítriv at kopla frá sínum dagliga yrki. Hoyr samrøðu við fyrikomandi feðgarnar her Í morgin, leygardag, skipar felagið Hvirlan fyri renning upp við Kerjar í Havn. Renningin byrjar við Berg Hestar, sum er við ríðibreytina. Eyðun Jacobsen, formaður fyri Hvirluna, sigur, at hetta er eitt tiltak fyri øll, familjur so væl sum seriøsar rennarar. 3 rutur eru 1,5 km, 5,5 km og 10,5 km, og man velur sjálvur, hvuissu langt man vil renna. Eyðun undirstrikar, at dentur verður lagdur á hugna, og Hvirlan borðreiðir sostatt við bollum og heitum kakao. Tey, sum hava keypt atgongumerki til rennitiltakið, eru við í lutakastinum um ymsar vinningar. Man kann melda seg til á fif.fo ella við at møta upp við Berg Hestar leygardagin klokkan 12 Fiskimálaráðið hevur í fýra førum gjørt aktørar, sum hava fingið menningarkvotu, varugar við, at tað er í stríð við økisrættarligu treytirnar, sum menningarkvotunar vóru lætnar eftir, at partur av kvotunum eru landaðar í Fuglafirði. Leigusáttmálin millum Klaksvíkar kommunu og Sjálvsognarstovnin undir Kráarbrekku um veghæddina í Biskupstorgi er enn ikki undirskrivaður, og tískil hava vit enn ikki fingið innlit í leigusáttmálan. Aftaná hvørt kappingarár letur UEFA tríggjar Fair Play heiðurslønir, og í ár hava Føroyar vunnið heiðurin fyri bestu áskoðararnar í altjóða dystum, bæði fyri landslið og feløg Ein stór tøkk skal her frá ljóða til okkara framúr áskoðarar tað eru teir, ið hava vunnið okkum hendan stóra og forkunnuga heiður, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambandi Føroya, við heimasíðuna hjá FSF. Teir tríggir heiðrarnir, ið verða latnir, eru fyri Fair Play hjá áskoðarum, framstig síðani seinasta kappingarár, og samanlagt fyri Fair Play hjá spælarum, venjarahópinum og áskoðarum. Í samband við allar dystir í kappingum hjá UEFA, bæði hjá landsliðum og feløgum, fáa áskoðararnir stig fyri teirra atferð undir dystinum. Millum annað verður hugt eftir, um áskoðararnir stuðla liðnum í viðgongd og mótgongd, og hvørja virðing áskoðararnir vísa mótstøðuliðnum. Aftaná hvørt kappingarár verður síðani kunngjørt, hvat land hevur bestu áskoðararnar. Føroyar hava fingið 8.8.18 stig fyri teir seinastu 36 UEFA dystirnar. Tað var annars Finnland, ið endaði fremst, men av tí at finnar eisini gjørdust nummar eitt í samanløgdu kappingini fyri Fair Play, fór heiðurin, fyri bestu áskoðararnir, til Føroyar. Virðislønin er ein peningaupphædd frá UEFA, sum skal brúkast til eitthvørt Fair Play tiltak. Næsta stig verður tí at finna fram til, hvat fyri Fair Play tiltak skal skipast fyri í Føroyum. Klokkan 17.00 í dag spæla Aserbadjan og Føroyar í Baku. Fimm føroyskir áskoðarar hava ferðast longu leiðina til Aserbadjan at stuðla føroyska landsliðnum. Seinasti fundurin hevur verið, og nú er greitt, hvørjir teir fyrstu ellivu verða, ið venjararnir, Lars Olsen og Jóannes Jakobsen senda á vøllin frá byrjan. Gunnar Nielsen verður í mál, og í verjuni verða Gilli Rólantsson Sørensen, Odmar Færø, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad og Viljormur Davidsen. Á føroyska miðvøllinum frá byrjan verða Sølvi Vatnhamar, Hallur Hansson, Rógvi Baldvinsson og Brandur Hendriksson Olsen, meðan fremsti maður verður Klæmint Andrasson Olsen. UEFA Nations League dysturin millum Aserbadjan og Føroyar verður á olympiska leikvøllinum í Baku, har pláss er fyri umleið 70.000 áskoðarum. Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur í dag, at hann hevur kunnað partarnar um, at Semingsstovnurin ikki ger meir sum støðan er nú. Ljósmøðrafelagið vrakaði eitt semingsuppskot, sum varð lagt fyri partarnar 6. november, og 8. november fóru allar ljósmøðurnar á føðideildini undantikið leiðandi ljósmóðurin, í verkfall. Verkfallið varð hert mikudagin, tá leiðandi ljósmóðurin eisini fór í verkfall. Sjúkrahússtjórin, Jóanis Erik Køtlum, segði við útvarpið mikudagin, at støðan á Lanssjúkrahúsinum als ikki er nøkrandi, og at verkfallið hjá ljósmøðurnum nú eisini rakar onnur øki á Landssjúkrahúsinum. Talan er um tvey ára sáttmála hjá skiparum og stýrimonnum við skipum hjá Strandfaraskipum Landsins og við Magnusi Heinason. Umframt lønarhækkan fekk Skipara og Navigatørfelagið eina nýggja lønartalvu har limirnir fáa endaløn eftir fimm ár í starvi í mun til tíggju ár í gamla sáttmálanum. Sáttmálin millum Skipara og Navigatørfelagið og Fíggjarmálaráðið fór úr gildi 1. oktober 2017 og sambært Annfinni Garðalíð, so hevur talan verið um drúgvar samráðingar. Tað eru smáir 14 mánaðir síðan sáttmálin í fór úr gildi og tískil minni enn eitt ár til samráðast skal um nýggjan sáttmála. Hoyr sendingina her Luttakarar, Henrik Thomsen, Eyðun Johannesen, Regin E. Joensen, Teitur Hvidbro, Elmar Poulsen, Jón Brian Hvidtfeldt, Gunn Reginsdóttir Hermansen og Ásvør Lognberg Soleiðis spurdu vit í tvístøðuni hesaferð, og bæði meirlutin av panelinum og lurtararnir vóru samdir um, at tú kanst lesa í einari dagbók, sum tú finnur. Brøvini hesaferð eru frá einari kvinnu, sum ikki trívist tá maðurin er burtur, og frá einum manni, sum fann okkurt spennandi í bilinum, tá vinmaðurin hevði lænt bilin. Í panelinum Eiler Fagraklett, Janus Poulsen og Jóngerð Martinsdóttir Nielsen Eitt prát Jóngerð Martinsdóttir Nielsen, sum er nýggjur Also gestur, ein loyniligur gestur, sum kappast verður um at gita umframt tey góðu tíðindi, eru tað, sum leygardagur bjóðar í fyrru helvt. Í seinnu helvt verður evnið At vera barn í dag umrøtt. Vit práta við Frits Johannesen, listamann og fyrrverandi lærara í Fuglafirði, við Petur Mittún, alaðskrivara í ÍSF, og við børn á Skála og í Havn. Vertir eru Eyðfinn Jensen og Elin Michelsen, umframt Elin í Stórustovu og Svein Tróndarson Tað kemur ikki uppá tal, at vit fara aftur til arbeiðis, fyrr enn vit fáa ein betri sáttmála enn tað, sum vit hava fingið boðið. Tað sigur Annika Hoydal, forkvinna í Ljósmøðrafelagnum. Tað eru meir enn níggju samdøgur síðan vekfallið hjá ljósmøðrunum byrjaði, men enn eru partarnir ikki komnir aftur til samráðingarborðið. Tað stendur í botni í samráðingunum millum Ljósmøðrafelag Føroya og lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum. Terje Sigurðsson, semingsmaður, hevur kunnað partarnar um, at Semingsstovnurin ikki ger meir, sum støðan er nú. Ljósmøðrafelagið vrakaði eitt semingsuppskot, sum varð lagt fyri partarnar 6 november, og 8. november fóru allar ljósmøðurnar á føðideildini undantikið leiðandi ljósmóðurin, í verkfall. Verkfallið varð hert mikudagin, tá leiðandi ljósmóðurin eisini fór í verkfall. Fram til løgtingsvalið vil Fólkaflokkurin sannføra veljararnar um, at láglønt og miðallønt skulu ikki rinda meira enn 30 prosent í skatti við tíðini. Tað sigur Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum. Tað er okkara mál. Tað skal veruliga loysa seg at arbeiða, og tá meta vit, at skatturin ongantíð skal vera hægri enn 30 prosent. Men vit røkka tí ikki í einum, sigur Jørgen Niclasen. Ein triðingur av vøkstrinum skal brúkast til at lækka avgjøld og skatt. Ein triðingur skal til vælferð. Og ein triðingur skal rinda skuld. Vit flyta okkum ikki uttan vøkstur. Fáa vit fáa ein rímiliga góðan vøkstur í samfelagnum, so kunnu vit røkka málinum innanfyri kanska átta til tíggju ár, sigur Jørgen Niclasen. Jørgen Niclasen viðurkennir, at kommunurnar skulu spæla við. Tað er avgerandi. Fólkaflokkurin vil, at kommunurnar eisini brúka ein triðing av sínum vøkstri til tað sama. Men Fólkaflokkurin eigur borgarstjóran í Havn. Búskaparráðið skrivaði í sínari heystfrágreiðing, at tað renna so nógvir pengar inn í kassan í Havn, at tað er pláss fyri einum skattalætta. Men sleppa vit framat valdinum, so taka vit samband upp við allar kommunurnar, so vit í felag kunnu vera saman um hetta. Og eg ivist ikki í, at kommunurnar vilja vera ein virkin viðspælari, sigur Jørgen Niclasen. Síðan eg bleiv fiskimálaráðharri, er tað ikki nakað, sum eg havi brúkt orku uppá, men sjálvandi hevur tað týdning, bæði fyri umhvørvið, trivnaðin hjá fólki her á landi, hjá alivinnuni sjálvari og hjá fiskivinnuni sum heild, at vit ganga undan við at hava tær bestu kanningarnar og metingarnar av, hvussu tann samlaða vistfrøðiskipsnin er, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Spurningurin, um alivinnan ávirkar botnfiskastovnar og annað djóralív á føroysku firðunum, er alt ov lítið kannaður. Tað viðgongur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sum sigur tað vera týðdningarmikið, at ljós verður sett á hetta nú. Men landsstýrismaðurin fer nú at arbeiða fyri, at firðir og vistskipanir nær landi verða betur kannað, enn tey eru í dag. Eg haldi, at eingin ivi er um, at landsstýrisfólkini og stovnarnir sum varða av hesum hava hug til at seta seg saman nú og finna útav, hvussu vit fáa skjalfestingar, granskingar og dokumentatiónspartin uppraðfestan. Og eg hugsi ikki, at tað er nakar, sum fer at mótmæla tí, sigur Høgni Hoydal. Hagtølini vísa, at ein ráðstevnugestur leggur trífalt so nógv eftir seg enn eitt vanligt ferðafólk, sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Havn. Býráðssamgongan hevur sett sær fyri at fáa munandi fleiri ráðstevnur til Havnar komandi árini, tí ein ráðstevnugestur hevur fleiri pengar um hendi. Fyri einum ári síðan var ein stór læknaráðstevna í Norðurlandahúsinum, tá 350 læknar úr øllum heiminum vóru í Føroyum og greiddu frá sínum royndum. Tænastuvinnan í Havn merkti ein týðiligan mun tá. Kaffihúsini og matstovurnar í býnum tjentu okkurt um fimm milliónir krónur, meðan læknaráðstevnan var her. Vit vita, at hesi fólkini brúka nógvar pengar, og tí skulu vit hava fleiri ráðstevnur, sigur hon. Fleiri gistingarhús verður bygd og umbygd í Havn nú. Dømi eru, at Smyril Line byggir á Oknarvegnum, Atlantsflog og LÍV byggja á Smyrilsvegnum, Hotel Føroyar byggir út, Hotel Hafnia hevur bygt um og Hotel Havgrím er latið upp. Kommunan skal vera ein virkin viðspælari í at fáa ítróttakappingar, tónleikatiltøk og felagsskapir annars, umframt stórar fakligar ráðstevnur, hendanvegin, bæði um veturin og um summarið. Saman við Visit Tórshavn og Visit Faroe Islands fara vit nú at seta okkum nøkur mál. Men endamálið er greitt at fáa ráðstevnugestir, sum leggja so nógv eftir seg sum tilber, sigur hon. Men á hesari ráðstevnuni í Dubai vóru øll tey fremstu innan meeting industry, og um hvønn leiklut politikarar eiga at hava, sigur hon. Brøðurnir Rógvi og Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag kunnu báðir tryggja sær ein IM norm í altjóða talvkappingini Runavík Open, sum endar í Løkshøll í dag. Høgni hevur tveir IM normar higartil, og vinnur hann í dag gongur hann undir treytirnar at gerast meistari í talvi sum tann fjórði í røðini í Føroyum. Hinir eru John Rødgaard, John Arni Nilssen og Helgi Dam Ziska. Rógvi og Høgni telva báðir við svarta fólkinum í dag. Rógvi skal í holt við russiska stórmeistaran Aleksandr Karpatchev, og Høgni telvar ímóti stórmeistaranum úr Hvítarusslandi, Nikita Mairov. Landsstýriskvinnan í mentamálum hevur verið í løgtinginum og biðið um 18,7 milliónir krónur til meirútreiðslur. Men tað verður tørvur á fleiri pengum fyri at fáa verkætlanina lidna. Fíggjarnevndin hjá løgtinginum hevði fund fríggjadagin, og tá var ætlanin at viðgera eykajáttanina til Glasir. Men tað varð ikki viðgjørt á fundinum, tí nevndin bíðar eftir at greiða fæst á samlaðu meirútreiðslunum. Rigmor Dam segði í Degi og Viku tann áttanda november, at hon hevur biðið Landsverk um at savna saman allar rokningarnar fyri at fáa greiðu á samlaðu meirútreiðslunum, og tað skuldi gerast innan 14 dagar. Tað er ikki staðfest, hvør hevur politisku ábyrgdina av meirnýtluni í samband við byggingina av skúlanum í Marknagili. Í innliti, sum Kringvarpið hevur fingið, sæst, at Mentamálaráðið beinavegin gjørdi stjóran á Landsverki varugan við, at hann hevur ikki heimild at virka uttanfyri teir játtaðu fíggjarligu karmarnar. Í einum telduposti, sum Mentamálaráðið hevur sent Samferðslumálaráðnum, Fíggjarmálaráðnum og Løgmansskrivstovuni tann 23. oktober, stendur eisini millum annað Og afturvaldi floksformaðurin Jørgen Niclasen nýtti eisini høvið at finnast harðliga at kósini hjá samgonguflokkunum. Hann treiv í aftur boðskapin um útreiðslugildið og avgjaldsøðina, og at uppboðssølan skal strikast. Hann nevndi eisini, at einki er hent á tjóðskaparøkinum undir hesari samgonguni. Serliga er ov lítil skuld niðurgoldin eftir hansara tykki. Fólkaflokkurin vil sjálvræði og sjálvbjargni. Vit vilja ein ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk, og vit vilja yvirtaka málsøkini, sum eru eftir í yvirtøkulógini. Vit vilja gera Føroyar fíggjarliga og politiskt frælsar, segði hann í sínari formansfrágreiðing. Men nøkur av teimum, sum tóku orðið á landsfundinum í gjár, halda, at Fólkaflokkurin eigur at bera sjálvstýriskyndilin og at hvessa sín sjálvstýrisprofil fyri at tekkjast fleiri sjálvstýrisveljarum. Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn fastfrystu ríkisveitingina úr Danmark í 2015, so blokkurin er 614,8 milliónir krónur. Eisini eru persónrættur, húsfólkarættur og arvarættur yvirtikin í hesum samgonguskeiðnum. Men Tjóðveldi hevur eisini viðurkent, at ov lítið er hent á sjálvstýrisøkinum seinastu árini. Flokkurin setti sær av somu orsøk sum mál á landsfundinum fyrr í ár at fara upp í royndina at laða donsku ríkisveitingina niður sum skjótast. Men vit í Fólkaflokkinum eru ikki sosialistar, so Tjóðveldi má aftur til sínar røtur og føra borgarliga politik, um eitt samstarv skal spyrjast burturúr. Tann borgarligi politikkurin er avgerandi fyri okkum. Fólkaflokkurin hevur funnist harðliga at kósini hjá Tjóveldi, sum eftir teirra tykki brúkar alt ov nógvar pengar og førir ein púra skeivan fiskivinnupolitikk. Jørgen Niclasen viðurkennir, at sum støðan er í Løgtinginum nú er mest sannlíkt, at verandi andstøðuflokkar, Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin, Sjálvstýri og Miðflokkurin, fara at royna at skipa samgongu eftir valið. Og júst hendan samansetingin ger, at tað kunnu vera avmarkaðir møguleikar hjá Fólkaflokkinum at hvessa sjálvstýrisprofilin hjá flokkinum. Tá Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin skipaðu samgongu í 2011, var ríkisveitingin var prístalsviðgjørd, og hóvaði ikki sjálvstýrisveljarum. Táverandi løgmaður Kaj Leo Holm Johannesen, og Jørgen Niclasen, sum tá landsstýrismaður í fíggjarmálum, fóru eisini undir samráðingar við donsku stjórnina um at fáa enn størri heildarveiting úr Danmark, men einki spurdist burturúr teimum samráðingunum. Tað ger okkum tað sama, um vit skipa samgongu við Sambandsflokkin, Tjóðveldi ella Javnaðarflokkin. Tann borgarliga kósin er avgerandi, sigur hann. Jørgen Niclasen vísir samstundis á, at Aksel V. Johannesen hevur ikki meldað út aftur, um Javnaðarflokkurin fer aftur at útiloka eitt samgongussamstarv við Fólkaflokkin. Fólkaflokkurin vil fáa størri undirtøku millum veljararnar í Havn. Sum støðan er nú standa Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn sterkast í miðstaðarøkinum. Fólkaflokkurin vil serliga fáa fatur í fleiri vinnulívsveljarum í miðstaðarøkinum og royna at sannføra tey um, at verandi samgonguflokkar taka ikki hædd fyri teimum. Tí hevur flokkurin við nøkrum lógaruppskotum púra tilvitað sett serligt fokus á smærru vinnufyritøkurnar, tí tað eru ein hópur av teimum í júst miðstaðarøkinum. Men tað stendur eisini mest sum greitt, at Annika Olsen fer ikki at bjóða seg framaftur á komandi løgtingsvali. Borgarstjórin í Havn hevur verið fortalari fyri, at borgarstjórar skulu ikki sita í Løgtinginum. Hon fekk sjálv 961 atkvøður á løgtingsvalinum í 2015, meginparturin av teimum var úr Havn. Eg fari sjálvandi ikki at siga Kringvarpinum alt, men ein flokkur, sum hevur viðrák, hevur lættari við at fáa valevni, og eg kann siga somikið, at tað eru nógv fólk í miðstaðarøkinum, sum bjóða seg fram, sigur Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum. Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, Sambandsflokkurin, nú fýra feløg, sum hava fingið menningarkvotu, hava landað ein part av fiskinum hjá Pelagos í Fuglafirði og ikki í teimum økjunum, sum kvoturnar eru latnar. Ein lóggáva skal sjálvandi samsvara við tann praktiska veruleikan, sum flakavirkini liva í. Flakavirkini hava landað í Fuglafirði av neyð. Men samstundis, so eigur hetta at vera tað sama, sum við ferðslulógini. Sleppa tú ikki at koyra skjótari enn 80, so kanst tú ikki koyra 150. Eftir lógini eigur Fiskimálaráðið at taka alt aftur. Eg veit ikki reiðiliga, uttan at virkini hava sagt sína søgu, hví tey hava landað í Fuglafirði. Er tað so, at fiskurin annars hevði farið til spillis, tí hann rætt og slætt ikki kann brúkast, so eru tað nøkur virði, sum standa upp á spæl. Og sum sagt, eg eri bangin fyri, at Fiskimálaráðið hevur bíðað so leingi við at útluta hesar menningarkvoturnar, at avleiðingin kann vera, at nógvur pelagiskur fiskur ikki verður fiskaður. Og tað kann vera eitt stórt bakkast fyri okkara búskap. Eg segði tað við landsstýrismannin, áðrenn hann fór undir hetta eksperimentið. Eg segði við hann, vælsignaði, ansa nú eftir, at tit ikki seta virkinum treytir, sum eru ómøgulig at halda . Hetta er ikki lætt at fáast við. Og eg veit eisini, at landsstýrismaðurin var sjálvur skeptiskur um hesar menningarkvoturnar. Hetta er somikið komplekst, at tað kann vera, at tað riggar í teoriini, men í praksis sær hetta absolut ikki út til at rigga. At siga, at hetta eru byrjanartrupulleikar er ein bílig umbering, tá tú býtir út kvotur við treytum, sum virkini ikki kunnu halda, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, sum er tingmaður fyri Sambandsflokkin. Tað passar ikki, sum ljósmøðurnar siga, at tær ikki hava verið til veruligar samráðingar við lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum. Tað sigur stjórin, Jan Mortensen. Forkvinnan í Ljósmøðrafelagnum, Annika Hoydal, metir ikki, at talan hevur verið um veruligar samráðingarnar millum ljósmøðrafelagið og Lønardeildina hjá Fggjarmálaráðnum. Orsøkin er, at tey sum hava tikið sær av samráðingunum hava ikki havt tær røttu heimildirnar, sigur hon. Samráðingarleiðarar hjá okkum hava altíð heimild til at samráðast, men tað merkir ikki at landsstýriskvinnan er við til allar samráðingar, tað er faktist sjáldan, at hon er við, sigur Jan Mortensen, stjóri á Lønardeildini. Í frágreiðingini um fólkaskúlan, sum landsstýriskvinnan legði fyri løgtingið hósdagin, stendur, at størsta motivatiónin at smáir skúlar og stórir skúlar samstarva, eigur at vera tann fakligi parturin. Føroyska fótbóltslandsliðið, sum skal spæla í móti Malta týsdagin, verður broytt. Tveir mans koma at manna miðverjuna og Ren Shaki Joensen verður aftur á liðnum, váttar Lars Olsen í samrøðu við Leiv Frederiksen undir eini venjing á Malta í kvøld. Hetta er ein umráðandi dystur. Tí gera vit ikki nógvar broytingar á liðnum og skifta sjey mans út. Vit mugu ikki tapa í móti Malta, tí tað kann kosta okkum í lutakastinum til EM undankappingina, sigur Lars Olsen, landsliðsvenjari, millum annað. Hann er vónbrotin av føroyska avrikinum í fyrra hálvleiki í móti Aserbadjan, men nøgdur við tað, hann sá í seinna. Tá spældu Føroyar við tveimum miðverjum og ikki trimum, sum í fyrra hálvleiki og tá gekk betri. Tí verður hetta eisini leisturin í móti Malta, sigur Lars Olsen. Landsstýrið samtykti fríggjadagin at lata løgtinginum uppskot um at broyta lógina um fyrisiting av sjófeingi, so fiskidagar eisini vera í 2019 í staðin fyri kvotur, sum lógin annars sigur. Ein møguleiki, sum er nevndur, er, at óbrúktir dagar verða strikaðir fyri at verja fiskastovnarnar, nú fiskiskapurin undir Føroyum er vorðin betri aftur. Aksel V. Johannesen sigur, at tá byrjað varð at fyrireika bátin á vári 2017 spurdu Strandfaraskip Sjóvinnustýrið og fingu at vita, at varð báturin bygdur samsvarandi galdandi altjóða ásetingum, fór hann at verða góðkendur. Semja er við Sjóvinnustýrið um, at Strandfaraskip saman við klassanum greina nærri allar galdandi ásetingar, sum síðani verða lagdar fyri Sjóvinnustýrið til góðkenningar. Løgmaður sigur, at ongar bindingar eru, sum forða Strandfaraskipum í at sleppa ætlanini at byggja, um tað skuldi hent, at Sjóvinnustýrið ikki góðkennir bátin. Tríkiljan, sum Strandfaraskip landsins ætla at byggja í Noregi, kemur í staðin fyri Súluna, sum er einasti eykabátur hjá Strandfaraskipum. Aksel V. Johannesen, løgmaður, sum umsitur samferðslumálini, sigur í svari til Bjørn Kalsø, løgtingsmann, at tríkiljan kann brúkast á øllum leiðum hjá Strandfaraskipum landsins. Løgmaður sigur í svarinum, at Strandferðslan er í ferð við at gera eitt tilmæli um, hvat fyri skip hóska best til tær ymsu farleiðirnar. Tá koyrandi verður í Sandoyartunlinum, kann Teistin seljast fyri ein góðan prís, og pengarnir brúkast til at byggja nýggj skip fyri Rituna, Sam og Ternuna, sigur Aksel V. Johannesen. Landsverk skal í dag lata Mentamálaráðnum frágreiðingina um, hví tørvur er á eykajáttan til byggingina av Skúladeplinum í Marknagili. Tørvur er 18,7 milliónum krónum, men væntast kann, at fleiri rokningar koma, og tí hevur Rigmor Dam, landsstýriskvinna, biðið Landsverk koma við einari frágreiðing. Kari Anne Nilsen hevur satsað alt fyri eitt lív á ótryggari grund. Nú hevur hon fingið sær garð og skapt sær eitt livibreyð, men enn er nógv at læra. Kari Anne Nilsen hevur satsað alt og valt at liva á ótryggari grund. Í oyggjaøkinum, Røst, sunnast í Lofoten, roynir hon at skapa sær eina framtíð sum seyðabóndi. Har onnur síggja sker í sjónum, sær hon stórar møguleikar. Kari Anne Nilsen hevur satsað alt fyri eitt lív á ótryggari grund. Nú hevur hon fingið sær garð og skapt sær eitt livibreyð, men enn er nógv at læra. Heðin Brú var sjálvstýrissinnaður javnaðarmaður. Upprunaliga var hann sjálvsstýrismaður, men í teimum ringu 30unum tók hann undir við javnaðarhugsjónini. Í 1950 var hann í uppskoti til løgmann. Honum dámdi illa tað politiska keglið millum sjálvsstýri og samband. Hann tók við sum búnaðarráðgevi og ferðaðist nógv um landið. Hansara stóra gjøgnumbrot var skaldsøgan Feðgar á ferð, sum kom út í 1940. Hetta er hansara høvuðsverk, sum er týtt til nógv fremmand mál. Seinni komu fleiri stuttsøgusøvn og nakrar skaldsøgur aftrat. Hann skrivaði prosayrkingina Fedrana tala til Kommunuskúlan í Havn og endaði við áhugaverdum endurminningum. Í røðini hitta vit Kari Anne Nilsen, sum er flutt til Sunnmøre, í Lofoten. Hon er ikki bara bóndi, hon fiskar eisini, men fiskiskapurin hevur ikki verið tað, sum hon hevði vónað. Hon missir ikki mótið kortini, hon hevur úr at gera, og so hevur hon fingið vinfólk, sum altíð eru til reiðar við eini hjálpandi hond, tá á stendur. Kari Anne Nilsen hevur valt at búgva í Røst, sunnast í Lofoten, her er eitt paradís hjá seyði. Gott gras at eta mestsum alt árið. Gott gras gevur góðan smakk, og nú ætlar Kari Anne at brúka seyðablóð til eitt heilt serligt matprosjekt. Er blóðpylsa kókað í vomb gott hugskot Seyðabóndin Torill metir um smakkin. Kari Anne Nilsen hevur valt eina heldur ótrygga tilveru, hon til reiðar at fiska stór virði úr sjónum, men tað gongst ikki heilt sum ætlað. Sjúkrafrávera er eitt av teimum mongu viðurskiftum, ið leiðarar regluliga skulu hava støðu til. Sjálvt um frávera vegna sjúku skal viðgerast so at siga eins av tí tað er lógligt fráfall, og leiðarar ikki hava loyvi at spyrja um sjúkuna sjálva, tí tað er privatmál, eru umstøðurnar altíð ymiskar, og tað hevur við sær, at niðurstøðan eisini er ymisk. Tað er meira enn ein mánaður síðani at fyrsta menningarkvotan varð landað til Pelagos í Fuglafirði. Síðani tá eru tilsamans 18 landingar farnar fram til Pelagos, hóast grundarlagið fyri fiskiloyvinum var, at fiskurin skuldi landast á navngivnum, landafrøðilium øki í landinum. 11. oktober landa Eysturbúgvin og Vesturbúgvin 176 tons av norðhavssild til Pelagos í Fuglafirði. Tað er, sambært einum dagførdum yvirliti frá Vørn, fyrstu ferð at menningarkvota er landað og virkað uttanfyri tað øki, menningarkvotan er ætlað. Eysturbúgvin og Vesturbúgvin gera tilsamans tríggjar túrar eftir sild. Skipini eru aftur á Fuglafirði 17. oktober við 121 tonsum og 26.oktober landa tey stívliga 60 tons av norðhavssild til Pelagos. Men ikki fyrr enn 1. november tað eru 20 dagar eftir fyrstu landing í Fuglafirði fær reiðaríið Vørðustíggjur, sum eigur Eysturbúgvan, ætlanarskriv úr Fiskimálaráðnum. Tá boðar Fiskimálaráðið frá, at ráðið ætlar at taka menningarkvotuna frá reiðarínum, tí økisrættarligu treytirnar eru ikki hildnar. Reaktiónin úr Fiskimálaráðnum kemur ikki fyrr enn reiðaríið sjálvt hevur gjørt varug við, at tað kortini ikki ber til at landa til Sandoy Seafood, soleiðis sum reiðaríið annars segði seg fara at gera, tá søkt varð um menningarkvotu. Sambært skjølunum í málinum var tað ikki fyrr enn eftir hesi boðini frá reiðarínum, dagfest 25. oktober, at Fiskimálaráðið fór at kanna, hvar útskrivaðu menningarkvoturnar til Vørðustíggjur nú eisini vórðu landaðar. Vørðustíggjur stendur nú til at missa sínar menningarkvotur reiðaríið hevur fingið freist til hósdagin klokkan fýra at fáa eina avtalu í lag við Sandoy Seafood um at taka ímóti restini av menningarkvotuni. Sambært einum yvirliti frá Vørn er menningarkvota av norðhavsild landað 15 ferðir til Pelagos í tíðarskeiðnum frá 11. oktober til 6. november. Umframt áðurnevndu partrolarar hevur Arctic Voyager landað norðhavssild hjá Delta Seafood, Steintór og TG Fish og hjá Vestmanna Fiskavirki í Fuglafirði. Harumframt er menningarkvota av makreli landað til Pelagos tríggjar ferðir frá 29. oktober til 4. november. Eisini her eru tað Eysturbúgvin og Vesturbúgvin, sum eiga lastirnar. Í síðstu viku kom undan kavi, at meira enn ein triðingum av teimum menningarkvotum, sum higartil eru útlutaðar, eru landaðar til Pelagos í Fuglafirði og ikki til virki í teimum økjum, menningarkvoturnar eru ætlaðar. Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, vil ikki gera viðmerkingar til ta ta fyrisitingarligu viðgerð, sum fer fram í Fiskimálaráðnum í løtuni. Men við útvarpið fríggjadagin segði landsstýrismaðurin, at hesi mál eru tekin um, at fyrisitingin virkar. Frágreiðingin frá Landsverki um skúladepilin í Marknagili, sum landsstýriskvinnan í mentamálum bað um í síðstu viku, kom í ráðið seint fyrrapartin. Samferðslumálaráðið heldur ikki, at sami maður, sum hevur ábyrgd av eftirlitinum, er í nevndini hjá felagnum, sum hann hevur eftirlit við. Bara Marner Jacobsen og Hans Jóhan Laksá møttu sjálvir í Føroya rætti, tá Eik málið varð tikið upp aftur í dag. Fíggjarligt Støðufesti og hinir tríggir, sum eru stevndir í málinum vóru umboðaðir av sakførarunum. Eik leiðslan vil vera við, at fíggjarkreppan kom púra óvart á, segði sakførarin hjá Fíggjarligum Støðufesti, undir framløguni. Tí læs hann millum annað upp úr fundarfrásøgnum frá nevndarfundum, har fíggjarkreppan hevur verðið viðgjørd í 2007, 2008 og 2009. Eitt nú verða høgu húsaprísirnir viðgjørdir, møguleikin fyri eini bústaðarbløðru og ovurupphiting av búskapinum. Dømir um, at nevndin hevur viðgjørt húsaprísirnir, er viðkomandi millum annað tí eitt av teimum fimm málunum, sum Fíggjarligt Støðufesti hevur stevnt fyri, er lán til Valbjørn Dalsgarð, sum fór undir bústaðarbygging Undir Kongavarða, segði sakførarin hjá Fíggjarligum Støðufesti millum annað. Síðan fór hann ígjøgnum viðurskifti í sambandi við Bankapakkan hjá danska statinum. Eitt nú umsóknirnar hjá føroyska og danska bankanum um at fáa veðhald frá statinum. Eftir Bankapakka II skuldu bankarnir søkja um at fáa hetta veðhald og fingu tað einans, um bankin var nøkunlunda væl fyri og var mettur at kunna klára seg sjálvan. Tí hevur hetta áhuga hjá teimum sakstøktu at fáa fram báðir bankar vórðu góðkendir at fáa einsæris veðhald frá statinum bara eitt ár frammanundan, at bankin fór av knóranum. Sakførarin legði í hesum sambandi fram eitt brævaskifti millum Fíggjarligt Støðufesti og Fíggjareftirlitið, har Fíggjareftirlitið helt, at tað var ivasamt, um bankin livdi upp til solvenskravið. Harafturat tær serligu umstøður, sum vóru galdandi, tí at Marner Jacobsen vildi hava veðhaldið fyri 6,6 milliardir krónur fyri føroyska bankan. Teir fimm, sum eru stevndir í sakarmálinum móti leiðsluni í Føroyska Eik bankanum, eru Fritleif Olsen, sum var nevndarformaður í Eik, Odd Bjellv g, sum var næstformaður, Marner Jacobsen, sum var forstjóri í bankanum og Bjarni Olsen, stjóri. Harafturat er granskoðarin Hans Laksá og hansara granskoðaravirki NOTA stevnt fyri sín leiklut í árunum fram til krakkið í 2010. Kærir Fíggjarligt Støðufesti ikki, kunnu partar av málinum fella burtur, tí so verður dómurin hjá Eystara Landsrætti endaligur og fleiri viðurskifti ganga aftur í føroyska og danska málinum. Marner Jacobsen, Henrik Ørsted, Jesper Clausen, og Kim Sandberg, sum vóru dømdir í danska rættarmálinum, hava kært dómin. Teir vóru dømdir at gjalda 28,6 milliónir krónur í endurgjaldi til Fíggjarligt Støðufesti í sambandi við eitt lánisamstarv við Schaumann Properties. Teir vóru fríkendir í hinum fimm viðurskiftunum. Ætlanin er, at málið verður tikið uppaftur 10. desember, og tá verða millum annað avhoyringar av vitnum. Dómur fellur væntandi í málinum í summar. Hægstirættur hevur fyrrapartin gjørt av, at ein 28 ára gamal maður skal missa sín danska ríkisborgararrætt, og at varandi innferðarbann verður galdandi fyri hann. Avrikini hava ikki verið nóg góð higartil, og skuldu Føroyar tapt fyri Malta, so er talan rætt og slætt um eina fiasko, heldur Atli Gregersen, liðskipari. Dysturin millum Føroyar og Malta verður í annaðkvøld klokkan 19.45. Sjónvarpið sendir beinleiðis, og vit byrja beint eftir Dag og viku. Útlit eru framvegis fyri, at Hoyvíkssáttmálin verður sagdur upp á nýggjárinum, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður. Tað er framvegis støðan í samráðingunum ímillum Føroyar og Ísland um Hoyvíkssáttmálan og fiskivinnusamstarvið sum heild. Poul Michelsen, landsstýrismaður, hevur verið í Íslandi og tosað um støðuna, tí skal Hoyvíkssáttmálin sigast upp, so má tað gerast fyri 1. januar. Frá føroyskari síðu er ynskið framvegis, at Hoyvíkssáttmálin heldur fram, men at alt, sum hevur við fiskivinnuna at gera, verður tikið burturúr Hoyvíkssáttmálanum og lagt í eina rammuavtalu um fiskivinnusamstarv, sum skal vera millum londini. Seinastu árini hevur serliga verið togast um lodnufiskiskapin, tí íslendingar vilja hava tann fiskiskapin í Hoyvíkssáttmálan og á tann hátt gera av, hvussu lodnufiskiskapurin skal fara fram. Eg eri ongantíð nøgdur við at tapa, men eg haldi, at hetta er ein serligur møguleiki fyri at Malta kann fáa ein sigur, segði Ray Farrugia. Leygarkvøldið tapti Malta á heimavølli 0 5 fyri Kosovo. Venjarin sigur, at hansara uppgáva hesar seinastu dagarnar hevur verið at motivera spælararnar. Tað er hart at tapa 0 5. Men spælararnir hava víst sera góðan hugburð. Teir vilja reisa seg, og teir vilja vinna á Føroyum, segði maltesiski venjarin. Bíði tit bara. Um nøkur ár fara tit at síggja, at Kosovo er nógvar ferðir sterkari enn tit ganga og halda beint nú. Teir hava nógvar kvalitetsspælarar. Aserbadjan er eitt sterkt lið, og tað eru Føroyar eisinini. Eg eri sannførdur um, at Malta hevði havt fleiri stig, um lutakastið hevði koyrt okkum í ein annan bólk. Í taktisku venjingin hjá Lars Olsen var greið ábending um, at hann fer at gera tvær broytingar samanborið við dystin ímóti Aserbadjan. Ren Shaki Joensen hevði leikbann ímóti Aserbadjan, hann byrjar ímóti Malta, og tað ger 20 ára gamli framherjin, Jákup Thomsen, eisini. Gjørdist fríárið soleiðis, sum Siri og Jørn høvdu droymt um Fyri einum ári síðan fluttu tey til eina smáttu í Lofoten saman við smádreingjunum. Tey vildu sleppa burtur úr strongda býarlívinum, og kærleikslívið skuldi blóma. Nú er tíð at pakka og flyta heim aftur. Tey, sum eru við í sendingini í dag, eru Janus Jacobsen, John Jacobsen, Hannelina Mørkøre, Óla Jákup Bech, Óluva Dalsenni, Vígdis Eysturdal, Erik Jørgenson Olsen og Ninni Olsen Hjá familjuni er myrk tíð bæði so og so. Dreymurin er um at fara í knús. Siri og Jørn eru flutt í eina smáttu í Lofoten við tveimum smádreingjum. Her skulu tey búgva, her er ongin nábúgvi, eingin bilvegur og eingin streymur. Dreymurin er eitt fríár burtur frá strævnu tíðarætlanini í býarlívinum, at vera sjálvbjargin við mati, og at hava eitt blómandi kærleikslív. Nú er Siri sjúk og noyðist at fara burtur at fáa viðgerð. Siri gjørdist sjúk og varð noydd at fara burtur at fáa viðgerð. Nær hon heim aftur at halda jól við synunum Siri og Jørn eru flutt í eina smáttu í Lofoten við tveimum synum. Dreymurin er eitt fríár burtur úr býarlarminum og strømmu tímaætlanini, at verða sjálvbjargin við mati, og at hava eitt blómandi kærleikslív. Verður tað, so sum tey droyma um Omman hugsar nógv um ommubørnini, sum nú búgva úti í oyðini saman við foreldrunum . Hon má fara at vitja í Gullvika at vita, hvussu tey hava tað har. Familjan hevur tikið sær eitt ár frí frá tronga skemanum í býnum, tey skulu verða sjálvbjargin við mati, og kærleikin skal blóma. Verður tað soleiðis, sum tey droyma um Í sambandi við, at Aksel V. Johannesen, løgmaður tilnevnir nýggjan landsstýrismann í samferðslumálum, verður tíðindafundur og lítil móttøka í Tinganesi í morgin ári klokkan 8.30. Enn er tað ikki alment váttað, men útvarpið skilir, at Heðin Mortensen, tingmaður og býráðslimur fyri Javnaðarflokkin verður landsstýrismaður. Men hyggja vit eftir støðutakanini hjá Heðini Mortensen, so hevur hann heldur ikki altíð gingið í takt við samgonguna í hesi máli. 400 alilaksar eru tiknir upp úr Leynará í dag. Upptikni alilaksurin endar hjá Salmon Proteins á Eiði, har hann verður gjørdur til súrløgu. Øll eygu vóru vend í móti Egilstoft Nielsen brøðrunum, Høgna og Rógva, sum báðir telvaðu javnt í seinasta talvinum. Hjá Rógva Egilstoft Nielsen var tað nóg mikið til at tryggja sær ein IM Norm aftrat. Russiski stórmeistarin Vasily Papin vann kappingina. Hann fekk í alt sjey stig. Egilstoft Nielsen brøðurnir telvaðu báðir javnt í móti honum. Her síggja vit nakað av tí, leygardagurin hevði at bjóðað, har føroyingar og útlendingar kappaðust í eitt nú kettle bell og sjómanstaki. Og tað verður eisini tann skipanin, Lars Olsen fer at nýta í annaðkvøld, tá Føroyar spæla seinasta dystin í hesari Nations League undankappingini. Løgmaður hevur gjørt av at tilnevna Heðin Mortensen sum landsstýrismann í samferðslumálum. Tað boðar løgmansskrivstovan frá í kvøld. Hann varð fyrstu valdur á Føroya løgting í 1998. Seinast í áttati og fyrst í nítiárunum sat hann í fleiri umførum á tingi sum varalimur. Heðin Mortensen hevur sín fyrsta arbeiðsdag í morgin. Og helst fær hann úr at gera beinanvegin. Fleiri uppgávur liggja og bíða, teirra millum frágreiðingin hjá Landsverki um Glasir, ein tunnilsraðfesting, ið Heðin Mortensen sjálvur hevur havt ein lut í, og ein frágreiðing um vánaliga standin á landsins brúgvum. Løgtingið fer í dag at viðgera eitt uppskot frá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, um at hækka skattafría markið fyri at langtíðarútleiga bústað úr 50.000 upp í 150.000 krónur um árið. Kristina Háfoss sigur í viðmerkingunum, at endamálið við uppskotinum er at gera tað skattafrítt hjá smærri útleigarum, sum ikki eru vinnuligir, at leiga út. Ein tann størsta avbjóðingin til tess at varðveita framgongdina í búskapinum er at loysa bústaðartørvin, serliga eftir leigubústøðum, sum er komin í kjalarvørrinum av stóra vøkstrinum og framgongdini í samfelagnum og vøkstrinum seinastu árini, verður sagt í viðmerkingunum til uppskotið. Í Danmark fer tilboðið við ókeypis vaksinasjón fyri hpv at verða víðkað, so dreingir, sum fylla 12 ár eftir 1.juli 2019, fáa tilboðið. Spurningarnir eru nógvir, millum hvussu verkætlanin Talgildu Føroyar tekur við tað menniskjaliga, og hvørjar upplýsingar, tað almenna, millum annað heilsuverkið, kann skráseta um hvønn einstakan, og hvussu hesar upplýsingarnar verða vardar. Spurningurin er eisini, hvat sjúklingar og avvarðandi teirra halda um tær upplýsingar, sum heilsuverkið hevur um tey, og hvussu tey tryggja sær, at upplýsingarnar ikki verða misnýttar. Við pallborðið fara at sita Nicolai M. Balle fyri Talgildu Føroyar, Jógvan Svabo Samuelsen, løgfrøðingur, Sigrun Mohr, fyri borgararnar, Eilev Sivertsen, KT grannskoðari og Jógvan D. Hansen, lærari í heimsspeki. Etiska ráðið hevur nú fingið búmerki, sum ímyndar tríggjar rundingar, sum eru settir saman til eitt livandi skap, sum hvílir í sær sjálvum. Rundingarnir eru sambundnir og kunnu mala og førka seg í mun til hvønn annan og tí ber til at spyrja, hvar tann eini byrjar og hin endar. Vill norsk dýr hava nógv loyndarmál. Men forvitnir og áhugaðir granskarar gera alt, teir kunnu fyri at savna meir vitan um, hvussu dýrini liva her norðuri. Hvalagranskarin Audun Rikardsen byrjar við einum greiðum máli At fylgja einum av teimum veldigu kúlubøkunum líka úr Troms til Karibia. Fíggjarnevndin hevur ikki fingið frágreiðingina, sum Mentamálaráðið skuldi fáa frá Landsverki í gjár um bygginga av Skúladeplinum í Marknagili. Biðið er um eina eykajáttan á 18,7 milliónir krónur til byggingina, og væntandi er, at tørvur verður á fleiri pengum. Tí bað landsstýriskvinnan í Mentamálum Landsverk um eina frágreiðing. Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum hevði fund í gjár, har eykajáttanin var á skrá, men nevndin fekk onga frágreiðing í gjár, og nevndin bíðar eftir landsstýrinum. Hoyr sendingina her Luttakarar, Petur Hans Dahl, Alexandra á Dul, Ruth Thomsen, Karin Kass, Finnbjørn Vang og Hans Martin Andreasen Tað er Felagið føroysk marknaðarfólk, sum hevur staðið fyri tiltakinum, og øll hava kunnað atkvøtt á Facebook. Í alt vóru slakar 800 atkvøður, og tað er tað mesta, ið hevur verið. Í kappingarbólkinum Ársins statiska lýsing gjørdist lýsingin hjá bryggjarínum Okkara vinnarin. Hesin bólkur fevnir um prentlýsingar, uttandura lýsingar, skelti, prentlutir, statiskt tilfar til sosialar miðlar og líknandi. Okkara vann við einum faldara við einari vakrari mynd úr føroysku náttúruni Okkara vann sannførandi á lýsingunum frá hinum tilnevndu í bólkinum, sum vóru Fróðskaparsetrið, Amnesty International Føroyadeild, Fólkaheilsuráðið, Betri og Bank Nordik. Í harðari kapping við hini tilnevndu, gjørdist Betri vinnarin í kappingarbólkinum Ársins dynamiska lýsing. Hetta fevnir um livandi lýsingar í sjónvarpi, biografi, interneti og líknandi. Betri vann við lýsingarfilminum Betriumhvørvi , tá Marianna og Sarah fjakkaðu fyri fløskupengar. Hini Í lýsingarbólkinum Ársins sosiala lýsing ella átak gjørdist Føroya Tele vinnarin við lýsingini Versumheima Fanga løtuna. Føroya Tele var í harðari kapping við Atlantic Airways og Hey um fyrsta plássið. Tá ársins besta marknðarátak skuldi finnast, var kappingin hørð millum tvey at teimum tilnevndu. Tá avtornaði, vann Visit Faroe Islands flestar atkvøður við átakainum Faroese Translate. Lýsingarátakið eydnaðist sera væl og nógvir føroyingar tóku væl undir við hesum átaki, tá tey Hetta er fjórðu ferð, at Visit Faroe Islands vinnur henda bólkin. Faroese Translate hevur longu fingið altjóða viðurkenning og vunnið fleiri altjóða virðislønir fyri Faroese Translate. Tí var tað kanska ikki heilt óvæntað, at hetta marknaðarátak eisini varð valt sum tað besta í Føroyum í hesum umfari. Nevndin í FFM hevur á hvørjum ári latið eina serliga virðisløn til eina føroyskan lýsara, fyritøku, persón ella stovn, sum nevndi metir hevur gjørt eitt serstakt arbeiði innan marknaðarføring í farna tíðarskeiðnum. Nevndin avgjørdi hesaferð at lata monnunum handan handilin Útilív ársins herðaklapp, sum dugir sera væl at marknaðarføra seg á netinum. Harafturat eru teir framsøknir, seta ting í gond og skipa fyri serligum og annarleiðis tiltøkum í Føroyum, millum annað skateboardskúla og ekstrem maraton, sum eisini lokkar fleiri og fleiri útlendingar til Føroya. Heðin Ferjá Heldarskarð hevur tilevnað M virðislønirnar hesa ferð. Tær eru formaðar sum eitt M úr ketum, sum umboða tey ymisku liðini ella deildirnar í einari fyritøku, sum mugu samstarva fyri at eydnast. Ketan er ikki sterkari enn tað veikasta liðið og tí mugu øll lyfta í felag. Afturat hesum innanhýsis samstarvinum umboða liðini í ketuni eisini kundarnar, sum eru týdningarmiklasti parturin í ketuni, tí uttan kundar eingin vøra. Í Svalbard hevur veturin verið ringur hjá reindjórunum í fleiri ár, og shild fer at hyggja, hvussu djórini, sum hon granskar, hava tað. Revagranskarin Nina E. Eide kemur rættiliga nær fjallrevahvølpum. Og í Telemarkini fylgir Frank Rosell granskari við í privatlívinum hjá einum bævurspari gjøgnum eitt myndatól inni í bævursbølinum. Men hvørki náttúrukreftir ella bævrarnir sjálvir spæla við soleiðis, sum granskararnir kundu hugsað sær. Tí var eingin annar møguleiki enn at lata Eysturbúgvan og Vesturbúgvan landa menningarkvoturnar í Fuglafirði sigur advokaturin hjá reiðarínum. Jógvan Páll Lassen ásannar tó, at sjálv fortreytin fyri at fáa hesar menningarkvotur var, at fiskurin skuldi skapa menning í Sandoynni. Reiðaríið Vørðustíggjur søkti upprunaliga um 2000 tons av makreli og 2000 tons av norðhavssild um árið í fimm ár. Hesar menningarkvotur skuldu vera grundarlag fyri at nútímansgera virkið á Sandi fyri einar 20 milliónir krónur og síðani skapa arbeiði til 20 til 30 fólk. Harvið broyttust fortreytirnar, neyðugt var at hálsa um, og umsøkjarin fær loyvi til at landa menningarkvoturnar til virkið í Skopun. Eisini fær umsøkjarin loyvi til at landa tað, sum virkið í Skopun ikki klárar at taka ímóti, í Hvalba. Men heldur ikki tað ber til. 11. oktober, 17. oktober og 26. oktober landa Eysturbúgvin og Vesturbúgvin menningarkvotur til Pelagos í Fuglafirði sjálvt um fiskurin skuldi skapa menning í Sandoynni. Jógvan Páll Lassen váttar, at reiðaríið Vørðustíggjur og Sandoy Seafood hava onga avtalu um treytirnar fyri at landa menningarkvoturnar í Skopun, tá Eysturbúgvin og Vesturbúgvin fara á makrelveiðu tíðliga í oktober. Tað var annars ein fortreyt fyri yvirhøvur at fáa menningarkvotur, at kvoturnar skuldu skapa menning í Sandoynni. Vørðustíggjur er eitt reiðarí felagið eigur einki virki. Og felagið hevur onga avtalu vid nakað virki. Tí fara Eysturbúgvin og Vesturbúgvin til fiskiskap eftir menningarkvotu til Sandoynna, sum ikki kann landast í oynni. Eftir stendur reiðaríið Vørðustíggjur við menningarkvotum til Sandoynna sum tó ikki kunnu landast í oynni. Fiskimálaráðið hevur givið reiðarínum freist til hósdagin klokkan fýra at fáa viðurskiftini uppá pláss annars verður restina av kvotuni tikin aftur. Transfer pricing ger seg galdandi, tá handil fer fram millum partar, sum ikki eru óheftir, tí annar parturin eigur, ella hevur ræði á hinum partinum. Tá handil fer fram millum partar, ið ikki eru óheftir, kann tað hava við sær skattahugsan soleiðis, at prísir verða settir annaðhvørt lægri ella hægri enn marknaðarprísin, við tí fyri eyga, at flyta yvirskot úr øðrum felagnum yvir í hitt felagið, fyri at gjalda minni í skatti. Í viðmerkingunum til lógarbroytingina skrivar Fíggjarmálaráðið, at transfer pricing er ein av stóru altjóða avbjóðingunum í umsitingini av partafelagsskattinum, tí tað kann hava við sær at feløg, sum virka í fleiri londum, kunnu flyta yvirskot til tann partin av felagnum, sum hevur heimstað í landi, har lítil og ongin skattur verður rindaður. Amerikanska fyritøkan skrivar í fráboðan, at ísraelsku búsetingarnar á hertikna Vestara Áarbakka eru kjarnin í stríðnum millum ísraelar og palestinar . Vit vita, at fólk fara at vera ósamd við hesi avgerðini hjá okkum. Airbnb hevur djúpa virðing fyri hesum áskoðanum, og okkara vón er, at altjóða samfelagið heldur fyrr enn seinni fylkist fyri at loysa hetta søguliga stríðið, skrivar amerikanska úleigu fyritøkan. Loyniliga lívið hjá bævuri kann verða avdúkað, tá granskarar seta eitt upptøkutól í eitt bævursbøli. Tað er aldri gjørt í Noregi fyrr, og Frank Rosell vónar at fáa meir at vita um privatlívið hjá hesum loyndarfulla dýrinum. Nina sum er revagranskari, er í skóginum, tí hon skal hava urinprøvar av Mikkeli, og hvalagranskarin, Audun, skal fáa eina kúlubøku leysa úr einum fiskagarni. At granska villdjór er krevjandi. Hvalagranskarin Audun Rikardsen skal satellitt merkja kúlubøku. Á Svalbard uppliva granskarar, hvussu brádliga veðrið í Arktis kann broytast. Viðgerðartilboðið frá Aalborg universitetssjúkrahúsi er tað besta, og tí er avtala gjørd við hetta sjúkrahúsið um bróstkrabbaviðgerð frá 1. januar. Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, í svari til Bjørn Kalsø í Sambandsflokkinum, sum hevur spurt, hví samstarvið millum íslendska bróstskurðlæknan, Kristján Skúla Ásgeirsson, og Landssjúkrahúsið heldur uppat á nýggjárinum. Leiðslan fyri sjúkrahúsverkið og viðkomandi fakfólk hava samskift við fleiri veitarar um bróstkrabbaviðgerð næsta ár, teirra millum Kristján Skúla Ásgeirsson, og niðurstøðan er, at Aalborg universitetssjúkrahús kann veita besta viðgerðartilboðið. Hon sigur, at tað er leiðslan fyri sjúkrahúsverkið, sum hevur samráðingar og ger samstarvsavtalur um serviðgerð uttanlands, og landsstýriskvinnan hevur fult álit á, at leiðslan fyri sjúkrahúsverkið loysir hesa uppgávu samvitskufult og forsvarliga. Avtalan við sjúkrahúsið í Aalborg tryggjar, at ein radiologur og ein skurðlækni koma á Landssjúkrahúsið hvønn mánað at kanna, staðfesta og viðgera føroyskar sjúklingar fyri bróstkrabba. Fyri sjúklingin merkir avtalan, at umleið 70 prosent av skurðviðgerðunum verða framdar á Landssjúkrahúsinum. Tað verður mett at vera ein fyrimunur bæði fyri sjúklingin og næstringar. Sjúklingar, sum hava tørv á rekonstruksjón, fara tó á sjúkrahúsið í Aalborg at fáa skurðviðgerðina framda. Serlækni í plastskurðviðgerð ger í sama viðfangi rekonstruksjónina, og sjúklingurin skal sostatt ikki fleiri ferðir undir skurð. Lars Olsen, landsliðsvenjari, hevur gjørt tvær broytingar í byrjanaruppstillingini til dystin ímóti Malta, samanborið við dystin ímóti Aserbadjan . Teir sum byrja dystin fyri Føroyar eru hesir Gunnar Nielsen málverji Gilli Sørensen høgri bakkur Viljormur Davidsen vinstri bakkur Atli Gregersen liðsk. miðverji Sonni Ragnar Nattestad miðverji Rógvi Baldvinsson defensivur miðvallari Sølvi Vatnhamar høgri vongur Rene S. Joenen vinstri vongur Hallur Hansson sentralur miðvallari Brandur H. Olsen sentralur miðvallari Jákup Thomsen framherji 7.oktober í 2016 gjørdu Hendrik Old og Heðin Mortensen eina avtalu um innkomuvegin til Tórshavn. Tá var Heðin Mortensen borgarstjóri í Havn nú er hann landsstýrismaður í samferðslumálum Ein heildarloysn skal gerast fyri innkomuvegirnar báðumegin Eysturoyartunnilin, sigur Heðin Mortensen ídag, tvey ár eftir politisku semjuna. Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2019, sum er seinasta fíggjarlóg hjá sitandi samgongu, er ein millión krónur sett av til Innkoyringarveg til Tórshavn, íbinding. Heðin Mortensen vil tó hava eina heildarloysn, gjørd í samstarvi við Tórshavnar og Runavíkar Kommunu, kjølfesta í eini nýggjari verklagslóg, sum skal leggjast fyri løgtingið. Í mars mánað var Heðin Mortensen við til at leggja uppskot til samtyktar fyri løgtingið um at bjóða Fámjinstunnilin út saman við Hvalbiartunlinum. Nú er hann landsstýrismaður í eini samgongu, sum vil gera Dalstunnilin fyrst, áðrenn Fámjinstunnilin. Ta semjuna sigur Heðin Mortensen seg vilja halda. Heðin Mortensen er 72 ára gamal. Hann hevur sitið í Tórshavnar Býráði síðani 1973 og var borgarstjóri frá 2004 til 2016. Hann varð fyrstu ferð valdur á løgting í 1998. Sandoyar skúlasamband hevur kært dómin í Føroyarætti um at skula gjalda Strandferðsluni meira enn eina millión krónur fyri at hava sagt sáttmálan um skúlakoyring upp í ótíð. Orsøkin til sakarmálið er, at Skúlasambandið segði sáttmálan um skúlabarnakoyring í Sandoynni upp í ótið, tí, sum Skúlasambandið heldur uppá, Strandfaraskip hildu ikki sáttmálan. Line Elvs shagen vil gera alt, hon kann fyri at bjarga hvalum, fiskum og fuglum, sum doyggja av plasti í sjónum. Kunnu vit gera nakað, ella er longu ov seint Line Elvs shagen vil gera alt, hon kann fyri at bjarga hvalum, fiskum og fuglum, sum doyggja av plasti í sjónum. Kunnu vit gera nakað, ella er longu ov seint Meðan royndarverkætlanin við 2. flokkunum riggar sera væl, er skúlavikan hjá 8. og 9. flokki heilar 39 tímar. Ein vika, sum telur so nógvar skúlatímar er alt ov long, sigur Maria Tróndheim Isaksen, lærari á Skúlatrøð, og hetta hevur við sær, at næmingarnir ofta eru móðir og illa upplagdir. Vit hittu tær báðar á Skúlatrøð, og tú kanst hoyra samrøðuna við Jórun Høgnesen og Mariu Tróndheim Isaksen her Hvussu fáa vit ein betri fólkaskúla Hesar og aðrar spurningar seta vit Herálvi Jacobsen, ið er formaður í Føroya Lærarafelag, og Jóhannes Miðskarð, ph.d., adjunkti í námsfrøðiligari leiðslu og fyrisiting. Hvørjar eru størstu avbjóðingarnir í føroyska fólkaskúlanum Vit byrja seinna tíman við orðaskifti millum Sonna Óla Djurhuus, ið er skúlastjóri í Skúlanum við Streymin Hans Jón Thomsen, skúlastjóra í Hoyvíkar Skúli og Annbritt Toftegaard, ið er skúlastjóri í Skúlanum á Giljanesi. Er skúlavikan ov long, er ein av spurningunum, ið verður reistur í nýggja álitinum um føroyska fólkaskúlan. Og tað er eisini ein av spurningunum, ið nomið verður við, tá ið vit hitta Jóngerð Martinsdóttir Nielsen, ið er forkvinna í Foreldrafelagnum Heim og skúli. Vit hoyra um Ludda og Lundisu, sum nú hevur vunnið virðisløn. Vár Berghamar Jacobsen hevur skrivað og hon fer at greiða frá og lesa bókina. Umhvørvisstovan er hoyringarmyndugleiki, men viðmerkingarnar hjá Umhvørvisstovuni verða sera sjáldan fyri ikki at siga ongantíð tiknar í álvara í viðgerðini. Tilbúgvingin á Føðideildini er ikki nøktandi, og avleiðingarnar kunnu verða álvarsligar, sigur yvirlækni í kvinnusjúkum. Tað er serliga tíðarfaktorurin, ið er ein stór avbjóðing. Í morgun var móttøka í Tinganesi fyri Heðini Mortensen, ið nú er landsstýrismaður í Samferðslumálum. Hann fær helst skund, tí hann lovar batar kring alt landið. Stuttfilmurin 12 ár , hjá sysktinunum Honnu og Mikkjali Davidsen vann filmskappingina, sum Klippfisk skipaði fyri um vikuskiftið. Luttakararnir fingu 48 tímar at gera filmin. Leikararnir skulu taka annað skinn um bak í landsdystinum móti Malta í kvøld, tí avrikið móti Aserbajan var als ikki nóg gott. Tað heldur føroyski toppskjúttin í Nations League kappingini, Rene Shaki Joensen, sum aftur er tøkur eftir leikbann. Klokkan 10 fer Semingsstovnurin á fund við Ljósmøðrafelagið og Lønardeildina fyri at vita, um partarnir eru komnir nærri hvør øðrum. Vit hava haft samband við partarnar javnan, og vit halda nú, at verkfallið hevur vart so mikið longi, at vit ætla at seta partanar niður fyri hvør og øðrum og tosa um tingini, at vita, um ikki grundarlag er fyri at koma víðari og finna eina loysn, segði Terje Sigurðsson, semingsmaður, við útvarpið í gjár. Tað dámar hvørki donskum ella amerikanskum myndugleikum, og Danmark hevur sett 700 milliónir krónur í Kalallit Airports, helst fyri at tryggja sær, at Kina ikki fær fótin fastan í Grønlandi. Edmund Joensen setti løgmanni ein líknandi spurning fyri einum ári síðani, og tá svaraði Aksel V. Johannesen, at landsstýrismaðurin í uttnaríkismálum fór at leggja frágreiðing fyri tingið í vár. Tað er ikki ein nøktandi støða, at tingið ikki fær frágreiðing um uttanlandsmál. Løgtingið er politiska grundarlagið undir einum veruligum og trygggum uttanlandspolitikki hjá landsstýrinum og Føroyum, sigur Edmund Joensen í viðmerkingunum til spurningin. Tí eigur skattafría markið upp á 150.000 krónur fyri langtíðarleigu eisini at verða galdandi fyri partafelag, og ikki bara privatpersónar. Avleiðingin av uppskotinum hjá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, er, at vinnuligir útleigarar skulu kappast við privatar útleigarar, sum ikki rinda skatt. Mark og onnur feløg kappast við kjallaraíbúðir og líknandi leigumál, og feløg, sum leiga íbúðir, kunnu ikki kappast við privatpersónar, sum fáa 150.000 krónur í leiguinntøku skattafrítt. Er endamálið at fáa fleiri langtíðarleiguíbúðir, er einfalda loysnin at javnseta allar útleigarar, bæði privatar og vinnuligar, sigur Gordon Rajani. Hann sigur, at verður uppskotið samtykt óbroytt, noyðist Mark at steðga verkætlanum, sum eru á veg, tí íløgurnar eru gjørdar undir skeivum fortreytum. Markið upp á 150.000 krónur er ásett, so tað ikki skal verða skattafrítt hjá stórum vinnuligum útleigarum at leiga út, sigur landsstýriskvinnan í fíggjarmálum. Forstjorin í Shetland Islands Council, sum er landspartastjórnin í Hetlandi, Maggie Sandison, sigur við Shetnews, at bretska stjórnin og tann skotska skulu spyrjast fyrst. Føroya Tele og Huawei hava gjørt avtalu um, at farnetið hjá Føroya Tele verður raðfest millum tey fyrstu í øllum heiminum at fáa nýggjasta ættarliðið av farnettøkni, so 5G er á veg. Seinasti túrurin hjá Magnusi Heinason í ár var ein undankanning av brislingi. Í høvuðsheitum var brislingur fingin á Tangafirði og á Skálafjørðinum. Havstovan hevur ikki fyrr arbeitt við brislingi, og tí var hesin túrurin ætlaður til at fáa eina meting, um tað bar til at kanna brisling við ekkóloddi og um rannsóknarskipið kundi brúkast til endamálið. Hoyr sendingina her Luttakarar, Viggo Jensen, Sølvi Jespersen, Jón Brian Hvidtfeldt, Aksel V. Johannesen, Heðin Mortensen, Pól Jóhan Djurhuus, Haraldur S. Hammer. Knappliga triðingurin meira av toski og hýsu eru avreidd í Føroyum til 1.oktober í ár enn fyrstu tríggjar ársfjórðingarnar í fjør. Terje Sigurðsson, semingsmaður sigur, at semingsmennirnir ikki hava tikið støðu til um farast skal undir eina beinleiðis semingsroynd, men hann sigur tað vera positivt, at partarnir framvegis tosa saman. Norðmaðurin Erik Solheim gevst sum formaður í umhvørvisnevndini hjá ST, eftir at ein frágreiðing hevur avdúkað, at Solheim ferðaðist fyri 4,1 milliónir krónur fyrstu 22 mánaðirnar sum formaður í nevndini. Erik Solheim tók við starvinum sum formaður í umhvørvisnevndini hjá ST í 2016, og samstundis hevur hann havt heiti sum varaaðalskrivari í Sameindu Tjóðum. Men hann hevur valt at leggja frá sær eftir hvassar atfinningar um stóra penganýtslu ta tíðina, hann hevur staðið á odda fyri umhvørvisnevndini. Ein frágreiðing hevur avdúkað, at hann hevur ferðast fyri 4,1 milliónir krónur teir fyrstu 22 mánaðirnar í starvinum. Hann sigur við norska kringvarpið, at orsøkin til, at hann leggur frá sær, er atfinningarsama frágreiðingin, og at tað verður lættari hjá ST at handfara frágreiðingina, um hann gevst í starvinum. Longu tá fyribils frágreiðingin varð almannakunngjørd í oktober, vóru hvassar atfnningar ímóti framferðini hjá Solheim. Millum annað boðaðu bæði Danmark og Svøríki frá, at tey fóru at minka um sína játtan til stovnin, tá pengarnir vórðu nýttir á slíkan hátt. Tað er ikki bara eg, sum havi nýtt pengarnar til ferðirnar. Tað var ein skipan, sum var galdandi, áðrenn eg tók við starvinum, sigur Erik Solheim, sum sigur seg hava avtalað við ST aðalskrivaran, Guterres, at hann skal leggja frá sær. Tað er best fyri allar partar, at eg gevist í starvinum, tí annars er vandi fyri, at heimurin missir virðingina fyri ST, sigur Erik Solheim. Tað er ikki greitt, nær endaliga frágreiðingin verður almannakunngjørd, men The Guardian skrivar, at tað var ST aðalskrivarin, Antonio Guterres, sum bað Solheim um at leggja frá sær. 63 ára gamli Erik Solheim noyddist fyrr í ár at rinda umhvørvisnevndini hjá ST 55.000 krónur aftur, tí feilur varð funnin í eini ferðauppgerð hjá honum. Og tá viðgekk hann, at hann hevði gjørt eitt mistak. Nýggi landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Heðin Mortensen, skal svara einum skrivligum fyrispurningi frá Óluvu Klettskarð í Tjóðveldi um byrgingina um Haraldssund. Óluva Klettskarð spyr, hvørjar ætlanir Landsverk hevur um at gera byrgingina um Haraldssund lidna, og um landsstýrismaðurin heldur, at tað er skilagott at teingja arbeiðið at gera nýggjar tunlar norður Fjall saman við arbeiðnum at gera byrgingina um Haraldssund liðugt. Løgtingið hevur eisini samtykt, at Heðin Mortensen skal svara einum skrivligum fyrispurningi frá Kára P. Højgaard í Sjálvstýri um almennar bygningar. Landið eigur nógvar ognir, og Landsverk, sum hevur eftirlit við, og heldur almennar ognir viðlíka, hevur mangan víst á, at meiri peningur eigur at verða játtaður til viðlíkahald, sigur hann. Hann spurdi, um landsstýrismaðurin kann vátta, at einki fiskiloyvi er latið sambært lógini um fyrisiting av sjófeingi til nakran, ið ikki rindaði skipara og manning løn eftir sáttmálanum við føroysk manningarfeløg. Verða brot staðfest á lógina, er tað uppgávan hjá myndugleikanum at revsa hetta samsvarandi brotinum, sigur Høgni Hoydal í svarinum til Helga Abrahamsen. Fríggjadagin byrja árligu Bókadagarnir í Norðurlandahúsinum, og Bókadagarnir fara á ein fjølbroyttan hátt at mynda henda MentanarMikudagin í Nón. Fyrst hitta vit stjóran í Norðurlandahúsinum Gun Hernes, sum fer at siga okkum um endamál og innihald Bókadaganna. Ein av Føroya fremstu rithøvundun er Gunnar Hoydal. Og á Bókadøgunum verður nýggj bók við yrkingum og týðingum eftir Gunnari Hoydal løgd fram. Vit fara at fregnast um Gunnarsa skaldskap, tá vit hitta Jógvan Isaksen, bókmentafrøðing. Ljóðbøkur gerast alsamt meiri og meiri vælumtóktar og føroyskar ljóðbøkur er evnið, tá Elin Brimheim Heinesen, ljóðbókafyristøðufólk á Landsbókasavninum, kemur á gátt. Tað er ein fragd at lesa eisini hjá børnum og foreldrum. Og hetta fara vit at skifta orð um saman við Niels Jákupi Thomsen, stjóra á Bókadeild Føroya Lærarafelag, og tað verður fyrst í seinra tímanum. Vit halda á í seinra tímanum við Silju Aldudóttir, ið er M.A. í føroyskum frá Fróðskaparsetri Føroya. Og evnið verður Jóanes Nielsen og skaldskapur hansara sæddur í einum vistgreinaðarligari kanning av hansara seinasta yrkingasavnið Gudahøvd. Og vit fáa eisini vitjan av Bergi Djurhuus Hansen, bókmentafrøðingi, ið fer at tosa um Jóanes Nielsen og hansara skaldskap. Tey, sum vitja í Nón hesuferð, eru Gun Hernes, Jógvan Isaksen, Elin Brimheim Heinesen, Niels Jákup Thomsen, Silja Aldudóttir, og Bergur Djurhuus Hansen. Terje Sigurðsson, semingsmaður, hevur onga viðmerking í morgun, tá vit spyrja, um nøkur framstig vórðu gjørd í semingsroyndini í gjár. Men í gjárkvøldið segði Terje Sigurðsson, at semingsstovnurin leggur dent á, at partarnir sjálvir samráða seg til rættis um ein nýggjan sáttmála, og eingin ætlan var um at leggja nýtt semingsuppskot fram. Størvini verða lønt sambært avtalu millum Heilsu og Innlendismálaráðið og Kommunulæknafelagið, og sambært sáttmála millum Heilsutrygd og Kommunulæknafelagið. Nevndin ætlar at hoyra, hvat onnur halda um málið, og hevur sent boð eftir feløgum í flutningsvinnuni. Tey eru EUR express, Smyril Line Cargo, Safari Transport og Faroe Ship. Kommunufelagið er boðsent og Poul Michelsen, landsstýrismaður, saman við umboðum fyri Posteftirlitið, Kappingareftirlitið og P f Postverk Føroya. Henry Heinesen hevur spælt 95 dystir í bestu deildini fyri KÍ, men seinastu trý árini hevur hann bara umboðað næstbesta liðið hjá klaksvíkingum. Bókin, sum er góðar 500 síður til longdar, sigur søguna um eina ógvusliga tíð, tá Føroyar, eftir at hava verið avbyrgdar í fleiri øldir, uppá fá ár umskaptust til eina nýmótans tjóð. Mitt í rokanum var danski amtmaðurin Carl Emil Dahlerup, sum kom til oyggjarnar í 1849 beinleiðis frá Den Grundlovgivende Rigsforsamling. Honum møtti eitt blóðfátækt og fólkalítið samfelag, sum var avbyrgt frá umheiminum og menningini, og sum var mestsum ókent í Danmark. Við einum felags taki næstu 10 árini eydnaðist tað lítla samfelagnum saman við stjórnini at seta í verk tær stóru broytingarnar, sum áttu at havt verið framdar fleiri áratíggju frammanundan. Norska Tippuligafelagið, Kristiansund, hevur fyri løtu síðani kunngjørt, at tey hava skrivað sáttmála við føroyska landsliðsspælaran, Meinhard Olsen. Eg eri fegin um, at hava skrivað sáttmála við Kristiansund, og eg haldi, at hetta er tað rætta felagið fyri meg, sigur Meinhard Olsen við heimasíðuna hjá felagnum. Ítróttarstjórin í Kristiansund BK, Kenneth Andr Leren, sigur, at Meinhard Olsen sannførdi felagið, tá hann var og royndarvandi í september mánaði. Hann er skjótur og annars fysiskt væl fyri. Hann fer at geva okkum gjøgnumbrotsstyrki við sínum beinleiðis spælistíli, sigur Kenneth Andr Leren. Meinhard Olsen spældi 36 dystir fyri B36 í ár í landskappingini, steypakappingini og Evropa League. Sum oftast byrjaði hann inni sum vongspælari. Meinhard skoraði 13 mál fyri B36 í ár. Eitt umfar er eftir at spæla í fremstu norsku kappingini. Kristiansund BK er á fimta plássi og har enda teir eisini, óansæð hvussu úrslitið verður ímóti Lillestrøm í seinasta dystinum. Meinhard Olsen var fyri fyrstu ferð úttikin til A landsliðið í samband við dystirnar ímóti Aserbadjan og Malta, men hann fekk onga spælitíð. Meirilutin í Fíggjarnevndini, samgonguflokkarnir, mælir frá at gera útgjaldið úr Samhaldsfasta skattafrítt, tí inngjaldið eisini verður skattað. Veruleikin er, sigur meirilutan, at hetta er ein skipan, sum verður brúkt til allar okkara sosialu skipanir, og hon er politiskt tilvald. Men við bruttoskattaskipanini í 1996 kom ein botnfrádráttur í staðin fyri flest allar aðrar frádráttir, og í øllum førum fyri inngjaldið til Samhaldsfasta og ALS. Men meirilutin heitir á uppskotsstillaran, sum er Fólkaflokkurin, um at koma við einum meira fullfíggjaðum uppskoti, har flokkurin eisini nevnir avleiðingarnar av uppskotinum. Minnilutin í Fíggjarnevndini, andstøðan, vísir á, at Samhaldsfasti er vorðin ein pengamaskina hjá landskassanum og kommunukassum, heldur enn ein grunnur, sum skal hjálpa pensjonistunum. Er annað húsarhaldið uttanlands, verður eingin stuðul latin, eins og Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, mælir til, heldur meirilutin í Fíggjarnevndini. Minnilutin í Fíggjarnevndini skilir ikki, hví samgongan vil gera tað truplari hjá føroyingum, sum búgva í Føroyum, at arbeiða uttanlands, og mælir tí løgtinginum til at fella uppskotið. Heldur ikki hesa ferð fær uppskotið hjá Fólkaflokkinum um at geva kommununum loyvi til at hækka botnfrádráttin í skattinum stóra undirtøku í tinginum. Meirilutin í Fíggjarnevndini hjá løgtinginum, umboðini hjá samgonguni og Kristin Michelsen, halda, at kommunurnar hava avmarkaðan áhuga fyri at áseta botnfrádáttin í skattinum sjálvar. Meirilutin heldur tó, at heimild til kommunurnar sjálvar at áseta botnfrádráttin í kommunuskattinum kundi givið kommununum eitt kærkomið skattligt stýringaramboð aftur at kommunuskattaprosentinum og barnafrádráttinum. Men neiligu avleiðingarnar eru størri. Millum annað kann hugsast, at smáu kommunurnar fara ikki at standa seg í kappingini um at draga fólk til sín. Uppskotið lættir um skattabyrðuna hjá teimum lægst løntu, sum bara rinda kommunuskatt, sigur minnilutin. Fólkaflokkurin hevur oftari enn eina ferð fyrr havt líknandi uppskot í tinginum, men tað hevur ikki vunnið frama. Happing er ein menniskjalig frumdrift, sum kemur av tí, at vit eru bólkadjór, og ein tann størsta ræðslan vit hava, er at vera koyrd úr bólkinum, nakað soleiðis sigur sálarfrøðingurin Tóra Petersen. Í sendingini hitta vit tvey fólk, sum hava verið fyri ógvusligari happing í fólkaskúlanum. Tey greiða frá, hvussu hart tað var at vera happað, og hvussu tey hóast happingina komu fyri seg sum vaksin og lærdu at liva við teimum sárum, tey hava fingið í sálina, tí vekk fer tað aldri, sigur Rannvá Álaberg, ið er annað av happiofrunum. Rúni Djurhus, sum í dag er framgangsríkur handilsmaður, valdi at vera við í sendingini, tí at hann á henda hátt kanska kann hjálpa onkrum, sum verður happaður. Happingin hevur ávirkað lívið sera nógv, og enn er tað mangan tað, sum drívur hann framá, tí hann skal vísa øllum, at dugur er í honum. Í Føroyum er happing ein sera álvarsligur trupulleiki. Kanningar vísa, at triðjahvørt barn í fólkaskúlanum hevur verið úti fyri happing. Barnabati hevur eina telefonlinju, har børn kunnu ringja inn anonymt og tosa um trupulleikar sínar, tey sum arbeiða har meta, at helvtin av trupulleikunum stava frá happing. Fyri at steðga happing hevur Barnabati saman við danska felagsskapinum Red barnet gjørt undirvísingartilfar til barnagarðar, sum kallast Betri vinir . Tí tað vísir seg at fyri at steðga happing, má setast inn longu í barnagarðinum, tí tá ber til at skapa eina mentan, har happing ikki verður góðtikin, men verður steðgað, áðrenn hon byrjar. Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin, Sjálvstýri og Miðflokkurin vilja, at partafelagið Norðoyatunnilin fær rætt til at fyrireika og forprojektera vegagerðina og tunnilsgerðina millum Klaksvík og Árnafjørð og millum Árnafjørð og Norðtoftir. Stendur Norðoyatunnilin sum byggiharri fyri tunlarnar norður um Fjall, kann arbeiðið byrja uttan stórvegis drál, heldur andstøðan. Páll Danielsen lesur bókina. Jógvan Edmund á Geilini skrivaði og Napoleon Smith teknaði. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2018. Vit hoyra søguna um Paddington upprunasøguna um bjørnina úr Peru. Michael Bond skrivaði og Pauli Hansen týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2009. Páll Danielsen lesur. Í innslagnum verður tosað við venjaran, Ágúst Jóhansson, og Turið Arge Samuelsen, sum dagliga spælir fyri íslendska felagið, Haukar. Vit práta í dag við Sunnvá Bæk forkvinnuna í Havar Jazzfelag og hoyra tónleik, sum er relevantur til Vetrarjazz festivaln, sum verður í januar 2019. Ljósmøðrafelagið tekur avleiðingarnar beinanvegin, nú seinasta semingsroyndin við Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum eisini endaði úrslitaleys. Í dag 22. november, er júst hálv øld liðin, síðani The Beatles lótu úr hondum The White Album, ið telur tvær plátur og klassikarar. Og við tónleiki og saman við Niklasi Johannesen og Una Arga, fara vit at hátíðarhalda fimti ára dagin, samstundis sum vit eisini fáa orðið á Stanley Samuelsen. Frá 1962 til 64 verða met nógv línuskip bygd til Føroya, og tað er júst hetta tíðarskeiðið, sum Sigmar Bláberg viðgerð í triðju bókini um føroysku stállínuskipini. Vit fáa vitjan av rithøvundanum. Í táttinum við nýskapandi vinnugreinum hesuferð er evnið taraaling. Og greitt er at úrdráttir úr tara millum annað kunnu nýtast til at framleiða bio plastik og nýtast í eitt nú heilivági, kosmetikki og í fóðuri. Tvey feløg ala tara í Føroyum Ocean Rainforrest og felagið Tari, og vit hava vitjað á báðum teirra. Og vit borðreiða eisini við feskum priki frá Jákupi Veyhe. Í sendingini hoyra vit Stanley Samuelsen, Niklas Johannesen, Una Arge, Sigmar Bláberg, Ólav Gregersen, Agnes Mols Mortensen og Jákup Veyhe. Nøkur smíla nógv, onnur smíla minni. Men hvønn týdning hevur tað at smílast Tann spurningin hava vit tosa við Kathrinu Lindenskov Holm, sálarfrøðing um. Í innslagnum greiðir hon millum annað frá, at smílið er tann stytsti vegurin millum fólk, og at smílið vísir, hvussu tú hevur tað og um kontakt. Bæði við teg sjálvan og við onnur. Tað gongur striltið hjá heilsurøktarunum at samráðast um nýggjan sáttmála. Felagið bjóðaði limunum á fund klokkan fimm seinnapartin fyri at vita, hvørji stig nú skulu takast. Hin parturin í lønarsamráðingunum við Ljósmøðrafelagið er Fíggjarmálaráðið, ið er arbeiðsgevari, og landsins vegna førir sáttmálasamráðingarnar við Ljósmøðrafelagið. Seinnapartin slitnaði enn ein semingsroynd í lønartrætuni millum Ljósmøðrafelagið og Fíggjarmálaráðið. Og leygardagin verður verkfallið hert, tí Ljósmøðrafelagið hevur boðað frá, at tá fara eingi undantøk at verða givin. Ætlanin hjá Atlantic Airways at byggja gistarhús má steðgast. Hotelvinnan í Havn hevur sent løgmanni og landsstýrismanninum í vinnumálum bræv, har tey heita á landsstýrið um at koma upp í málið. Privatu hoteleigararnir kunnu verða kvaldir í kappingini við eitt hotel, ið hevur almennar pengar aftan fyri seg, stendur millum annað í bævinum. Síðani tað kom fram, at Atlantic Airways fer at byggja og reka hotel, hava fólk í vinnuni og politikarar alment givið til kennar, at tey halda lítið um ætlanirnar. Gamla hospital í Havn fær tvær milliónir krónur á donsku fíggjarlógini næsta ár, og við teimum er ætlanin, at fáa húsið gjørt liðugt. Tað er fallið landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum fyri bróstið, at pengar koma úr Danmark. Men úr landskassanum hevur eingin króna verið at fáa, sigur Mortan Winther Poulsen. Poul Michelsen, landsstýrismaður, var í sjónvarpsstovuni og svaraði spurningum, tí hotelvinnan vil hava hann at steðga Atlantic Airways, sum byggir hotel í Havn. Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti fer um vikuskiftið til Íslands at spæla tveir venjingardystir. Dystirnir eru fyrireiking til HM undankapping, sum verður í Sveis um mánaðarskiftið. Hóast tað verri enn so altíð er passandi hjá løgreglufólkum at smílast, kann eitt smíl vera akkurát tað, sum fær eina hálvspenta støðu til at flyta seg rættan veg. Tað sigur Jan Poulsen, løgreglumaður, í hesum innslagnum um smíl. Løgreglufólk koma í samband við nógv fólk í nógvum ymiskum støðum, og tað verri enn so altíð, at fólk eru so unnilig við, at tey koma í hóslag við løgregluna. Tá kann smílið bróta ísin og fáa glið á sambandið millum løgreglu og kundan . Nýggi meirilutin í býráðnum á Tvøroyri hevur ikki enn fingið í skránna fyri býráðsfund, at borgarstjórin, Kristin Michelsen, ikki bæði er borgarstjóri og løgtingslimur. Men eftir, at minnilutin gjørdist meirilutin, hevur hann biðið um at fingið málið til nýggja viðgerð, men tað hevur meirilutin higartil ikki fingið. Tað heldur meirilutin í Fíggjarnevndini, sum eru umboðini hjá samgonguni, sum mælir tinginum frá at samtykkja uppskotið hjá Fólkaflokkinum um at lækka gjaldið fyri tinglýsing niður aftur í hálvt prosent. Hoyr sendingina her Luttakarar, Ingi Rasmususen, Charlotte Langkilde, Andrea Joensen, Súsanna Clementsen, Vera Bjørgvin og Jan Fossaberg Ólavur Olsen, Høgni Fagraberg og Sunnuva Bæk mannað panelið, ið ummælir debut útgávuna Adapt To Land við donsk føroysku duoini Elvito. Eyðfinn Jensen er vertur. It s the bloody White Album Tað hevði verið ógvuliga trupult at skorið hana stórvegis niður. Hon er akkurát, sum hon skal vera. Eftir Beatles standardi er hetta ikki meistaraverk, men hetta er ein fantastisk pláta. 22. november 1968 kom The White Album við The Beatles á gøtuna. Hesa ferð tóku teir fýra beatlarnir sjálvur ræði, alt slapp við, teir spældu sær í upptøkuhølunum, og plátan peikaði í nógvar ættir musikalskt. Gittaristurin og sangskrivarin Stanley Samuelsen minnist týðiliga, tá ið hann fór á posthúsið eftir stóra hvíta húsanum, og hann hevur framvegis plátuna liggjandi heima. Vit práta við Stanley. Vit spurdu teir millum annað, um hetta er eitt meistaraverk, hvussu tað nýggja re mixið riggar, um hon kundi verið styttri, og teir velja nøkur løg burtur úr rúgvuni. Gestir eru Heri Danielsen, sum hevur gjørt ein podcast til Røddina hjá KvF. Lurta her. Malaki Vang Niclasen, Durita Andreasen, Yngva Sigurðsdóttir Lamhauge og Christian Sverri Kruse úr Eysturskúlanum í Tórshavn skifta orð um miðlar. UEFA hevur sett føroyskar dómarar á dystin í Youth League millum tey bæði stórfeløgini úr Ongland og Italia, Tottenham og Inter. Alex Troleis skal leiða dystin inni á vøllinum, og at hjálpa sær á síðulinjuni verða Johnleif Gerðisá og Jón Marni Johannesen. Hetta er sjálvandi bæði mennandi og spennandi fyri okkara dómarar, og vit eru sjálvandi sera glaðir fyri, at føroyskir dómarar fáa tílíkar uppgávur, sigur Lassin Isaksen, dómaraleiðari hjá Fótbóltssambandi Føroya, við fsf.fo Youth League er fyri U19 liðini hjá teimum feløgunum, sum eru við í Champions League bólkaspælinum, og verður spæld eftir sama leisti sum Champions League. Dysturin í Youth League millum Tottenham og Inter verður mikudagin 29. november klokkan 13 00 á Tottenham Training Center í Enfield í London. Føroyar vera vertir fyri U17 undankapping fyri gentulandslið frá 16. til 24.oktober næsta ár. Lutakastið var avgreitt í Nyon í Sveis í dag. Føroyar skulu spæla ímóti Noregi, Slovenia og Aserbadjan. Lutakast var eisini um bólkarnar til EM undankappingina hjá U19 landsliðum. Føroyar komu í bólk saman við Finnlandi, Litava og Kekkia. Finnland verður vertur fyri u19 kappingini. Dystirnir verða spældir frá 1. til 8. oktober í 2019. Eg eri heilt einfalt komin í tann aldur, at eg havi mist tráðin, og eg føli ikki tað, sum tey føla. Tað er bara ein náttúrlig gongd, sigur Óli Poulsen. Eg havi kent meg stagneraðan. Gjørt tað sama og tað sama júst sum nógvir av hinum føroyingunum gera. So eg royndi at finna uppá okkurt nýtt. At lýsa trøini gjøgnum tær fýra árstíðirnar, sigur Øssur Johannesen. Eykarokningin fyri skúlabyggingina í Marknagili er vaksin úr 18,7 milliónum upp í 28,4 milliónir krónur. Og afturat teimum koma rokningar fyri 17,6 milliónir krónur. Mentamálaráðið biður í dag Fíggjarnevndina um eykajáttan uppá 28,4 milliónir, og sigur, at umbøn um tær 17,6 milliónirnar afturat koma seinni. Fíggjarnevndin hevur ikki kunnað viðgjørt umbønina, síðani hon varð løgd fram fyrst í hesum mánaðinum, tí so stór óvissa var um, hvørjar rokningar ikki enn eru goldnar og hvørjar koma afturat. Upprunaliga umbønin var 18,7 sum altso nú er 46 milliónir tilsamans. Mentamálaráðið hevur síðani mánadagin hildið eini frágreiðing um meirkostnaðin frá Landsverki aftur, og Poul Geert Hansen, aðalstjóri váttaði fyrraoartin fyri útvarpinum, at ráðið hevði givið Landsverki boð um IKKI at lata innlit í frágreiðingina enn. Í frágreiðingini skrivar Mentamálaráðið Mælt verður til, at upphæddin á 18,7 milliónir krónur verður hækkað til 28,4 milliónir krónur. Av hesi upphæddini eru 14,3 milliónir krónur staðfestar meirútreiðslur, meðan 14,1 milliónir krónur er øktur fíggjartørvur fyri at gera bráðfeingis arbeiði liðugt sum skjótast. Harumframt er nógv, sum eftir røttum áttu at verið við í upprunaligu verkætlanini hjá Landsverki ella nýggj ynski hjá skúlanum eftir at bygningurin er tikin í nýtslu. Íalt er talan um 17,6 milliónir krónur Mælt verður ikki til, at henda upphæddin er við í hesum skundmálinum, men at ein nærri fyrireiking verður gjørd sum skjótast og arbeiði lagt væl til rættis , stendur í frágreiðnginui um meirkostanðin fyri skúlabyggingina í Marknagili. Hoyr sendingina her Luttakarar, Jóhannes Danielsen, Uni Leitisstein Hansen, Tóra í Stórustovu, Gissur Patursson og Jón Brian Hvidtfeldt Eykarokningin fyri skúlabyggingina í Marknagili er vaksin úr 18,7 milliónum upp í 28,4 milliónir krónur. Og afturat teimum koma rokningar fyri 17,6 milliónir krónur. Mentamálaráðið biður í dag Fíggjarnevndina um eykajáttan uppá 28,4 milliónir, og sigur, at umbøn um tær 17,6 milliónirnar afturat koma seinni. Fíggjarnevndin hevur ikki kunnað viðgjørt umbønina, síðani hon varð løgd fram fyrst í hesum mánaðinum, tí so stór óvissa var um, hvørjar rokningar ikki enn eru goldnar og hvørjar koma afturat. Upprunaliga umbønin var 18,7 sum altso nú er 46 milliónir tilsamans. Mentamálaráðið hevur síðani mánadagin hildið eini frágreiðing um meirkostnaðin frá Landsverki aftur, og Poul Geert Hansen, aðalstjóri váttaði fyrrapartin fyri útvarpinum, at ráðið hevði givið Landsverki boð um IKKI at lata innlit í frágreiðingina enn. Í frágreiðingini skrivar Mentamálaráðið Mælt verður til, at upphæddin á 18,7 milliónir krónur verður hækkað til 28,4 milliónir krónur. Av hesi upphæddini eru 14,3 milliónir krónur staðfestar meirútreiðslur, meðan 14,1 milliónir krónur er øktur fíggjartørvur fyri at gera bráðfeingis arbeiði liðugt sum skjótast . Harumframt er nógv, sum eftir røttum áttu at verið við í upprunaligu verkætlanini hjá Landsverki ella nýggj ynski hjá skúlanum eftir at bygningurin er tikin í nýtslu. Íalt er talan um 17,6 milliónir krónur. Mælt verður ikki til, at henda upphæddin er við í hesum skundmálinum, men at ein nærri fyrireiking verður gjørd sum skjótast og arbeiði lagt væl til rættis , stendur í frágreiðingini um meirkostaðin fyri skúlabyggingina í Marknagili. Arbeitt verður tó víðari við samanleggingini, sigur formennirnir á báðum feløgum, Martin K. Joensen í Gøtu og Kristian Joensen í Leirvík. Arbeitt verður tó víðari við samanleggingini, sigur formennirnir á báðum feløgum, Martin K. Joensen í Gøtu og Kristian Joensen í Leirvík. Í hesum døgum verður søgan hjá bretska rithøvindínum Charles Dickens, Eitt Jólaævintýr , framførd sum sjónleikur á Tjóðpallinum. Søgan varð skrivað í 1843 og gjørdist ein veruligur bestseller . Tíðirnar í Bretlandi vóru ikki góðar tá, tað var øgiligur munur á ríkum og fátækum, og hetta við at halda jól á tann hátt, sum vit kenna tað í dag, hevði ikki rættiliga vundið uppá seg. Man kann siga, at søgan hjá Dickens var tað, sum gjørdi, at fólk veruliga fingu eyguni upp fyri jólunum aftur. Og sostatt er søgan viðkomandi í mun til, hvussu jólini hava ment seg til tað, tey eru í dag. Søgan snýr seg um ein ríkan, gírigan og gronutan mann, sum eitur Ebenezer Scrooge. Hann fær vitjan av trimum spøkilsum, sum geva honum góð ráð. Ebenezer fer ígjøgnum eina umbroyting, sum ger hann til eitt betri menniskja og vón er fyri jólunum aftur. Lurta eftir innslagnum og hoyr, hvat Hans Tórgarð, leikstjóri, hevur at siga. Ein av leikarunum, Jákup Dahl Wardum, er eisini við í samrøðuni 46 milliónir krónur í eykarokningum fyri skúlabyggingina í Marknagili. Stjórin í Landsverki hevur annars sagt, at eingin eykarokning fór at koma, men so var ikki. Ein umbøn um eykajáttan kom upp á 18,7 milliónir krónur, og hon er síðani vaksin til 28,4 milliónir krónur. Haraftat kemur ein umbøn upp á 17,6 milliónir krónur seinni. Fíggjarnevndin hevur boðsent landsstýriskvinnuni í mentamálum at koma á fund týsdagin at greiða frá, hví peningatrotið til skúlabyggingina í Marknagili er so stórt. Poul Gert Hansen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum, váttar fyri Útvarpinum, at ráðið hevur fingið vissu fyri, at allar rokningarnar nú eru komnar. Jóanis Erik Køtlum barst frá at gera samrøðu við Dag og Viku í dag, men hann sigur í stuttari viðmerking, at hann vónar, at partarnir finna eina loysn sum skjótast. Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, vil hava staðfest, hvør í politisku skipanini hevur ábyrgd av, at skúlin í Marknagili er vorðin dýrari, enn hann skuldi vera. Verkhúsið Vikni hevur havt stóran týdning fyri tey, ið hava serligan tørv. Tað sigur Helena Samuelsen, sum er avvarðandi hjá dóttrini, Janu. Jólapakkar teirra eru framvegis kærkomnir, og í 26 ár hevur sjómanstrúboðarin, Torleif Johannesen, havt gleðina sum hann sigur at fara umborð við pakkunum. Sjómanskvinnuringurin í Klaksvík fyllir 60 ár í januar mánað, og kvinnurnar har hava í ár pakkað 250 jólapakkar til sjófólk okkara. Leygarkvøldið kl 19.30 verður tiltak í Reinsaríinum í sambandi við, at Havnar Jazzfelag fyllir 43 ár. Umframt konsertir við bólkunum Funksjón og Blue Coat fara umboð fyri Vetrarjazz at almannakunngera skránna fyri festivalin 2019. Høvi verður eisini at lesa gomul bløð við áhugaverdum greinum, sum Havnar Jazzfelag gav út til limir sínar fyrst í 80 unum. Hoyr Kristian Blak, formann í Havnar Jazzfelag og Sunnuvu Bæk, fyriskipara av Vetrarjazzi greiða frá í útvarpsstovuni Ótálmaðar veðurlagsbroytingar fara at kosta USA hundraðtals milliardir dollarar og fara at ávirka mannaheilsu og lívsgóðsku, verður sagt í eini amerikanskari stjórnarfrágreiðing. Frágreiðingin ella ávaringin frá amerikansku stjórnini er í stríð við tað, Donald Trump forseti ger, tá hann og umsiting hansara arbeiða fyri at lata stongd amerikansk kolanám upp aftur. Kom yvir tað, og ver glað. Tær mugu siga tað pent við hana . Soleiðis sigur Katrin Kallsberg um eina kvinnu, sum framvegis fimm ár aftaná, at hon er frísk, framvegis tosar óavbrotið um sjúkuna. Bindiklubburin hevur nú fingið nokk. Tvístøðan er frá manni, sum spyr um hann skal bera slatra hemmuligheit frá konuni fyri beiggja sínum, sum hendan hemmuligheit er um. Les meira um tvístøðuna og atkvøð á facebook vanganum hjá Also. Ljósmøðrafelagið og Fíggjarmálaráðið hava verið á fundi í dag, í eini seinastu roynd at loysa lønartrætuna, ið hevur verið millum partarnar í meira enn tvær vikur. Semingsuppskot er lagt fyri partarnar og freistin at svarað er sett til klokkan hálvgum eitt í dag, sigur Terji Sigurðsson, semingsmaður. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, segði í Degi og Viku í gjárkvøldið, at leiðslan á Landssjúkrahúsinum hevur boðað henni frá, at fyri teirra viðkomandi byrjar støðan at verða ótolandi. Hesi boðini hevur Sirið Stenberg latið løgmanni og landsstýrismanninum í arbeiðsmarknaðarmálum. Ljósmøðrafelagið hevur vrakað semingsuppskotið, sum varð lagt fyri partarnar, og sum teir skuldu taka støðu til klokkan hálvgun eitt. Verkfallið stendur sostatt við og verður hert klokkan 15 í dag, tí tá verða eingi undantøk givin Føðideildini á Landssjúkrahúsinum. Henrik Old, sum er aftur í Also, er kaffigestur í sendingini. Also er á eisini á skránni og spurnarkapping, og í seinna partinum av sendingini tosa vit um tað at smílast. Vit tosa við Kathrinu Lindenskov Holm, sálarfrøðing, vit tosa við Jan Poulsen, løgreglumann, og Anniku Jespersen, sum er flogterna hjá Atlantic Airways. Eisini hoyra vit Rógva Højgaard og Sigbjørg Hansen, sum arbeiða í handli í Saltangará. Harumframt hoyra vit eisini, hvat fólk í býnum í Havn siga um at smílast. Elin í Stórustovu, Sveinur Tróndarson, Elin Michelsen og Eyðfinn Jensen leggja sendingina til rættis. Bretland og Spania eru eftir øllum at døma komin ásamt um, hvussu framtíðarstøðan hjá Gibraltar skal avgerast. Tað skal ein talsmaður fyri bretsku stjórnina hava váttað, skrivar týska tíðindastovan, DPA. Tað hevði verið ein forðing fyri sáttmálanum við ES um, hvussu Bretland skal fara úr samveldinum, um Spania ikki tók undir honum, tí ES londini, sum hava sýtingarrætt, skulu taka undir við avtaluni. Stutt eftir at tíðindini bórust um semjuna millum Spania og Bretland, sendi Donald Tusk, ES forseti, eitt tíðindaskriv út, har hann mælti ES londunum til at góðkenna sáttmálan við Bretland á toppfundinum í morgin. Bókhandlaravirðislønin verður latin vinnaranum av skaldsøgukappingini, sum bókahandlar í Føroyum skipaðu fyri. Oddfríður Marni Rasmussen vann við skaldsøguni Ikki fyrr enn tá . Hon snýr seg um ta vanlagnu, tá makin fær ólekjandi heilakrabba. Í grundgevingini fyri at lata skaldsøguna fáa virðislønina stendur millum annað, at rithøvundurin megnar sera væl at lýsa støðuna hjá einum pari, bæði meðan deyðin skilir tey, og hvussu tilveran er hjá høvuðspersóninum, ið situr eftir. Men árinið av herðingini var avmarkað, tí samstundis lendu tvær danskar jarðarmøður á flogvøllinum og fóru beint til arbeiðis á Landssjúkrahúsinum. Vit mugu bara staðfesta, at ein vikarstova í Danmark ikki virðir verkfalsrættin hjá okkum, og hevur funnið tvær ljósmøður, sum ikki eru í nøkrum fakfelag, at koma til Føroya at arbeiða. Forkvinnan í Ljósmøðrafelagnum sigur, at felagið annars hevur tryggjað sær stuðul frá bæði tí danska og øðrum norðurlendskum ljósmøðrafeløgum undir verkfallinum. Tað danska ljósmøðrafelagið hevur verið í samband við hesa vikarstovuna og aðrar danskar vikarstovur. Aðrar vikarstovur siga, at tær bróta ikki verkføll, men hendan her hevur so valt øðrvísi. Lagnan hjá Brexit liggur nú aftur í føvninginum hjá bretum, tí allir teir 27 ES leiðararnir hava góðkent Brexit avtaluna, sum ES og Bretland hava samráðst seg til. Nú er tað upp til bretska parlamentið at samtykkja avtaluna. Tað lovar bretski forsætisráðharrin, Theresa May, í einum brævi til bretska fólkið í dag í sambandi við, at ES leiðararnir skuldu taka støðu til Brexit. Í brævinum, sum er almannakunngjørt í flestu av stóru bløðunum í Bretlandi, tvíheldur Theresea May um, at talan er um eina góða avtalu, og heitir á fólkið um at taka undir við henni. Sum støðan er í Bretlandi í løtuni, so er líkt til, at mótstøðan ímóti avtaluni er stór í parlamentinum, og tað kann gera tað torført hjá Theresu May at fáa neyðuga meirilutan. M.a. hava tríggir andstøðuflokkar boðað frá, at teir fara at atkvøða ímóti avtaluni. Eisini eru fleiri av tinglimunum hjá konservativa flokkinu ímóti avtaluni, og tí er ógreitt, hvat úrslitið verður. Ikki fyrr enn sjálv høvuðsavtalan er góðkend, fara ES og Bretland at samráðast um framtíðar samstarvið, og eftir ætlan fer Bretland úr ES seinast í mars næsta ár. Men hollendski forsætisráðharrin, Mark Rutte, uggaði seg við, at bretar framvegis verða tætt knýttir at innara marknaðoinum í ES, og at tað er gott fyri allar partar. Formaðurin í ES nevndini, Jean Claude Juncker, segði seg bæði fegnast og ivast. Hann var fegin um, at avtalan varð samtykt, men ivaðist um bretsku avgerðina. Vit hava roynt at fáa avtaluna so góða sum gjørligt fyri báðar partar, men tað er greitt, skilnaður ongantíð er góður, segði hann. Nú er greitt hjá bretum at fara úr ES 29. mars næsta ár við eini fráfaringaravtalu, sum er 19 mánaðir. Tá byrja samráðingarnar um samstarvið í framtíðini. Men enn eru ikki allar súðir syftar í málinum, tí ætlanin er, at undirhúsið í bretska parlamentinum skal umrøða avtaluna frá 10. til 12. desember. Og í Bretlandi tykist støðan ógreið. Bretar eru í tvístøðu, tí har eru fólk sum vilja úr ES, men har eru eisini fólk sum ynskja at verða verandi í ES, so støðan í Bretlandi er munandi spentari enn støðan millum hini 27 londini, sigur Løfven. Bretski forsætisráðharrin, Theresa May, hevur sett sær fyri at ferðast kring landið fyri at greiða fólkinum frá, at talan er um eina góða avtalu. Og hon vónar at veljararnir fara at leggja trýst á bretsku poilitikararnar, so teir fara at atkvøða fyri avtaluni. Hetta er avtalan, svaraði Juncker, tá hann varð spurdur, um bretar kunnu venda aftur til ES, um undirhúsið vrakar avtaluna í desember. Men eygleiðarar siga seg ikki ivast í, at bæði Jean Claude Juncker og Donald Tusk fara boða frá, at bretar kunnu verða verandi í samveldinum, um bretsku polittikararnir fara at vraka avtaluna. Lillian Bondo, forkvinna í danska ljósmøðrafelagnum, er bæði ovfarin og í øðini um, at tvær danskar ljósmøður eru komnar til landið at arbeiða á Landssjúkrahúsinum undir verkfallinum. Avtalan við ES, sum evropeisku stjórnarleiðarar í morgun hava samtykt, er tann einasta og besta avtalan, Bretland kann fáa við ES. Tað staðfestir Theresa May, forsætisráðharri. Amerikanska løgreglan stongdi í gjárkvøldið marknaliðið millum Tijuana í Meksiko og San Diego í USA, eftir at fleiri hundrað tilflytarar royndu at fara um markið inn í USA. Í minsta lagi 500 fólk, teirra millum kvinnur og børn, gingu kravgongu í Tijuana í Meksiko, áðrenn tey settu kós móti móti markinum. Men næsta ár er eingin peningur settur av til hvalastøðina, tí rúm er ikki í fíggjarkarminum, sigur Mentamálaráðið í einum svari til fíggjarnevndina, sum í løtuni viðger fíggjarlógaruppskotið fyri 2019. Tjóðsavnið, sum stendur fyri umvælingunum, hevur boðað frá, at teimum vantar hálva aðru millión krónur at koma á mál við fyrsta stigi av umvælingunum við Áir. Savnsvirksemi kann verða skipað á staðnum fyri 580.000 krónur, og Tjóðsavnið væntar, at tað ber til at reka hvalastøðina sum savn fyri 300.000 krónur um árið. Mett verður, at tað fer at kosta tilsamans 7,5 milliónir krónur at umvæla gólv, tekniskan útbúnað í øllum bygningum, húsum og úthúsum. Dómurin hjá Eystara landsrætti í sakarmálinum millum Fíggjarligt støðufesti og teir, sum stóðu á odda fyri Eik Bank Danmark, fær ávirkan á sakarmálið um Eik í Føroyum. Hans Jóhan Laksá og Nota vórðu frídømd í Eystari landsrætti. Og tann dómin hevur Fíggjarligt støðufesti ikki skotið inn fyri Hægstarætt. Men fyritøkan Januar sigur í einum tíðindaskrivi, at Fíggjarligt støðufesti hevur slept stevningunum móti Hans Jóhan Laksá og Nota, og tað hevur Hans Laksá fingið at vita í skrivi frá Fíggjarligum støðufetsi, sigur Januar Annars er Fíggjarligt støðufesti farið í Hægstarætt við teimum seks Eikmonnunum, eisini teimum báðum, sum vórðu frídømdir í Eystara landsrætti 26.oktober. Talan er um 39 milliónir í einum føri, og 81 milliónir í staðin fyri 27 í einum øðrum føri. Men hvørgin stjórin er dømdur fyri hetta. Fyrningarfreistin er trý ár. Seinasta freist at stevna í hesum førunum var 3.desember 2011. Stevningin er skrásett í rættarskipanini 30.desember 2011, 27 dagar ov seint. Bill Justinussen sigur, at Kristina Háfoss uttan heimild og móti galdandi reglum hevur goldið limum í Pedagogfelagnum løn, meðan arbeiðssteðgur var. Løgtingsmaðurin sigur, at landsstýriskvinnan hevur brotið stýriskipanarlógina, tí hon hevur brúkt pengar hjá landinum uttan heimild í fíggjarlógini ella í aðrari játtanarlóg. Grannskoðararnir hjá landinum halda ikki, at Fíggjarmálaráðið breyt nakra lóg, tá tað rindaði námsfrøðingum løn, meðan arbeiðssteðgur var. Men Fíggjarmálaráðið átti at skjalfest tey viðurskifti, sum hava týdning fyri, hví ráðið valdi loysnina at mótrokna seinni heldur enn at steðga lønini. Løgtingsgrannskoðararnir vísa til Landsgrannskoðanina, sum heldur, at grundgevingarnar hjá Fíggjarmálaráðnum fyri at geva frádrátt í lønini seinni samsvara við játtanarreglurnar og tað, sum bar til at gera tá. Landsgrannskoðanin hevur tó ikki sæð nakra skjalfesta meting um, hvussu Fíggjamálaráðið hevur tikið avgerðina um afturhald ella frádrátt í lønina í sambandi við arbeiðssteðgin. Í nógvum førum er frádráttur gjørdur í lønini, tá arbeiðssteðgur er, men Fíggjarmálaráðið kennir seg ikki bundið av nakrari siðvenju. Gunnar Restorff er nýggjur formaður í meginfelagnum Sláið Ring. Vit tosa um tiltøk, ætlanir og støðuna hjá dansinum. Gunnar dansar í Dansifelagnum í Havn og fer út til Nólsoyar, tá dansur er har úti. Edith Vang er vaksin upp við dansi og kvøðing, tí bæði pápin, Jákup Andrias og mamman, Elin, duga væl at kvøða. Høgtíðskvøld varð dansað í húsunum hjá teimum, í Frammistovu, við Á í Kaldbak. Í 1990 árunum stovnaðu tey Dansiringin við Høgadalsá og dansurin var góður í fleiri vetrar, men tá fleiri ungir skiparar fóru av landinum at útbúgva seg, datt dansurin niðurfyri. Síðsta vetur tóku tey dansin uppaftur og nú í vetur verður dansað nøkur kvøld. Tvær av upptøkunum í sendingini, Tróndarkvæði og Det er i nat en v genat, eru tiknar upp í Kaldbak. Elin og Jákup Andrias skipa Tróndarkvæði. Sonja Schneider skipar Det er i nat en V genat. Eysturoyingar kvøða Streingirs vísu. Josva Rasmussen skipar. Eyðun Joensen var fyrsti føroyingur við prógvi í sálarfrøði av universiteti, sum kom í starv í Føroyum. Føddur í Klaksvík í 1945 og uppvaksin á Biskupsstøð, har foreldrini høvdu stórt virki. Mamman Jóhanna var dóttir Mikkjal Joensen hjá Dala Mikkjali á Tvøroyri. Pápin Rudolf Joensen úr Sørvági var yngsti sonur Tøðu Rasmusi úr Gádadali. Tey vóru í Danmark í 30unum og giftust har. Í 1939 fluttu tey til Klaks víkar, har Rudolf tók upp starv sum løggildur elinnleggjari. Virkið gekk væl, men tá Eyðun var seks ára gamal, doyði pápin eftir stutta sjúkralegu. Nú var mamman einsamøll við trimum dreingjum. Jóhanna tók virkið upp á seg og rak tað í mong ár við dyggum stuðli frá beiggja sínum Svend. Tað kann koma at standa um lív á føðideildini á Landssjúkrahúsinum. So mikið álvarslig metir Jóanis Erik Køtlum, sjúkrahússtjóri, støðuna vera. Tískil setti sjúkrahússtjórin tvær danskar ljósmøður til arbeiðis leygardagin, tá Ljósmøðrafelagið herdi verkfallið og strikaði øll undantøkini. Talan er um tvær danskar ljósmøður, ið eru tengdar at eini vikarstovu í Danmark. Annika Hoydal, forkvinna í Ljósmøðrafelagnum, segði við útvarpið leygardagin, at hon harmast um, at vikarstovan í Danmark ikki virðir verkfalsrættin hjá teimum. Danska ljósmøðrafelagið ilskast somuleiðis á verkfalsbrótarar, sum tey sjálvi taka til. Lillian Bondo, forkvinna í danska ljósmøðrafelagnum, segði við útvarpið í gjár, at hetta ikki kann góðtakast. Hilmar Jan Hansen, tíðindamaður, reportari og so mangt annað, væl kendur í Føroyum og slektaður úr grannabygdini Runavík, hevur skrivað bókina, og Sprotin hjá Jonhardi Mikkelsen í Vestmanna hevur fyrireikað útgávuna og givið bókina út. Hilmar Jan Hansen er gestur í morgunsendingini, har hann greiðir frá, hvussu tað kom í lag, at hann fekk uppgávuna at skriva bókina, og hvussu arbeiðið hevur gingið. Metingar av jarðfrøðini í Skúgvoy vísa, at oyggin liggur eitt sindur øðrvísi í jarðfrøðiligu løgunum enn væntað, og tað má kannast nærri. Nýggja havrannsóknarskipið, sum verður liðugt í 2020, er útgjørt at skjóta seismikk, og Landsverk hevur víst á, at tað kann loysa seg at bíða við hesum kanningunum, til skipið er liðugt. Partafelagið Kinnfelli í Miðvági hevur keypt nótaskipið Herøy úr Noregi fyri 57 milliónir norskar krónur, sum eru slakar 44 milliónir danskar krónur. Fyrsta stigið í arbeiðnum at stovna eina føroyska ferðavinnuútbúgving var at gera eina tørvsmeting í vinnuni og samfelagnum, og út frá tørvsmetingini er avgjørt, at útbúgvingin skal vera á akademistigi, upplýsir Mentamálaráðið í svari til fíggjarnevndina. Tað merkir, talan er um danskar útbúgvingar, sum verða bodnar út í Føroyum, og tí eru øll lesandi tryggjað atgongd til víðari lestur í donsku útbúgvingarskipanini. Mentamálaráðið ætlar, at ferðavinnuútbúgvingin eisini skal hava danska góðkenning. Arbeitt verður við hesum, men ikki er greitt, nær góðkenningin fæst í lag. Fyri ikki at órógva ferðsluna so nógv, verður tunnilin stongdur frá klokkan 22 á kvøldi til klokkan seks á morgni. Ferðslan verður leidd í gjøgnum tunnilin klokkan 23, midnátt, 2 og 4. Men tað hevur víst seg, at ikki allir bilførarar virða bummin og reyðu blunkljósini og koyra tí ígjøgnum tunnilin, hóast hann er stongdur. Tað er hvørt kvøld, at nakrir bilførarar koyra ígjøgnum og ikki halda seg til ásettu tíðrnar, tá ferðslan verður leidd gjøgnum tunnilin. Teir koyra skjótt og ófantaligt, og tað skapar ótta hjá arbeiðsfólkinum, sum millum annað eru uppi í lyftum og arbeiða, sigur Hanus Stórhamar, sum er arbeiðsformaður hjá LM Electric, ið ger arbeiðið í tunnlinum. Tað órógvar, at bilar koyra, tá vit ikki vænta tað, og vit mugu ansa eftir allatíðina. Av og á kenna vit okkum ótryggar, sigur Hanus Stórhamar, og vísir á, at arbeiðsmenninir hava boðað P F Vágatunnlinum frá, at bilførarar ikki halda seg til ásettu tíðrnar, tá loyvt er at koyra gjøgnum tunnilin. Tí hevur tunnilsfelagið sent út skriv, har heitt verður á bilførarar um at virða ásettu tíðrnar, tá loyvt er at koyra. Sambært skrivinum kunnu tey, ið koyra, hóast tunnilin er stongdur, vænta at blíva meldað til løgregluna. Vit hava ikki meldað nakran enn, men vit mugu taka tað í álvara, at ikki allir bilførarar halda seg til ásettu tíðirnar, tá loyvt er at koyra. Tí vilja vit nú ávara fólk um, at tað er alneyðugt at tey bara koyra, tá ferðslan verður leidd gjøgnum tunnilin, sigur Uni Danielsen, stjóri í P F Vágatunnlinum. Hoyr sendingina her Luttakarar, Petur Hans Dahl, Kristiana Rein, Una Danielsen, Hanus Stórhamar, Kitty Mai Ellefsen og Jóhn Lútzen Hon hevur sjálv tikið eina master í positivari sálarfrøði, og tað var ein lærari hennara, sum helt, at tað hevði verið skilagott at givið frágtreiðingina um lyklarnar út í bók. Sambært Kitty May Ellefsen er tað góða við hesum lyklum, at sama hvussu lívið hjá tær sær út í dag, hevur tú alt, ið skal til fyri at broyta lívið til tað betra. Fyri lítlari løtu síðan skrivaðu partarnir undir semju. Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum bjóðaði Ljósmøðrafelagnum á fund í morgun at viðgera ymiskar loysnir, og fundurin endaði við, at partarnir fyri løtu síðan undirskrivaðu trí ára lønarsáttmála. Samlaða lønarhækkingin er mett at kosta 8,475 prosent samanlagt yvir 3 ár. Harav triðja árið liggur áleið tað sama sum privati arbeiðsmarknaðurin hevur samtykt í undanfarnum sáttmálum. Eisini eru aðrar broytingar í sáttmálanum. Eitt nú er ásetingin um ferðaendurgjald til avloysarar strikað. Eisini eru tvey protokollat løgd afturat sáttmálanum, ið viðvíkja komandi samráðingum og dagføring av sáttmála. Vitjanartænastan, sum Landsfelag Pensjónista tók stig til, verður nú 25 ár. Reyði Krossur var við at stovna hesa tænastu og nú er tað Reyði Krossur, sum rekur hana. Tey, sum vit tosa við í sendingini, eru Kári Davidsen, Hans Olav Hansen Olli , Sóleyð Haraldsen, John Eystberg, Tylla Kathrina Højgaard, Hanna Lassaberg, Carolina Jensdóttir Højgaard, Knud Gray, Hilmar Kass, Bjarnvarður í Dali, Poul Gaard Hansen, Gunleif Petersen Sum landsstýriskvinna ætlar hon saman við fakfeløgunum at finna eina skipan, sum kann vissa tryggleikan á Landssjúkrahúsinum undir einum verkfalli. Vørn skrivar á heimasíðu sínari, at klokkan tíggju minuttir í hálvgum sjey í gjárkvøldið boðaði Sjóbjargingarstøðin MRCC frá, at ein bátur var farin á land. Hósdagin fer Poul Michelsen, Landsstýrismaður í uttanríkis og vinnumálum, at ráðføra seg við Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum um Hoyvíkssáttmálan. Antin má Hoyvíkssáttmálin sigast upp, ella má lógin um sjófeingi broytast, so íslendingar kunnu verða verandi í føroysku fiskivinnuni. Lógin verður neyvan broytt. Tí eru framvegis útlit fyri, at Hoyvíkssáttmálin verður sagdur upp á nýggjárinum, hevur Poul Michelsen sagt við Útvarpið. Herfyri ráðførdi Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, seg við Uttanlandsnevndina um samráðingarnar við Ísland um ein rammusáttmála um fiskirættindi. Seinastu árini hevur serliga verið togast um lodnufiskiskapin, tí íslendingar vilja hava tann fiskiskapin í Hoyvíkssáttmálanum, og á tann hátt gera av, hvussu lodnufiskiskapurin skal fara fram. Persónsskatturin verður mettur til 42 milliónir krónur, partafelagsskatturin góðar tvær milliónir, og inntøkurnar frá eldraøkinum verða mettar til 16,7 milliiónir krónur. Raksturin av tænastum, sum kommunan skipar sjálv og í samstarvi við aðrar kommunur í Suðuroynni, verður tilsamans 56,4 milliónir krónur. Nettoskuldin hjá kommununi í løtuni er umleið 28,5 milliónir krónur, men skuldin veksur næsta ár við umleið 14 milliónum, tí kommunan yvirtekur Pálshøll. Í ár hava trý fólk undir 18 ár verið løgd inn á Psykiatriska depilin á Landssjúkrahúsinum, men strembað verður altíð eftir, at børn og ung ikki verða løgd inn. Í teimum førum, neyðugt verður at leggja ungfólk inn á Psykiatriska depilin, verður skipað soleiðis fyri, at eitt starvsfólk burturav altíð er um sjúklingin. Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, sum hevur svarað einum fyrispurningi frá Kaj Leo Holm Johannesen í Sambandsflokkinum. Ein serlækni í barna og ungdómspsykiatri er settur aftrat, og økið er uppraðfest við einum sálarfrøðingi og einum sjúkrarøktarfrøðingi. Sirið Stenberg sigur, at Landssjúkrahúsið hevur síðani arbeitt við einari loysn. Hon er, at nýskipaða dagtilboðið eisini skal fevna um innleggingar um kvøldið og náttina. Psykiatriin flytur í nýggja bygningin á Landssjúkrahúsinum um tvey ár, og tá verða hesar avbjóðingar loystar, sigur Sirið Stenberg í svarinum til Kaj Leo Holm Johannesen. Sigurin lyftir AC Horsens upp á sætta pláss í Superliguni. 1.FC Keypmannahavn 17 dystir 38 stig 2.FC Midtjylland 17 dystir 35 stig 3.Esbjerg 17 dystir 26 stig 4.OB 17 dystir 24 stig 5.Brøndby 17 dystir 24 stig 6.AC Horsens 17 dystir 24 stig 7.Aab 17 dystir 22 stig 8.Randers FC 17 dystir 22 stig 9.Sønderjyske 17 dystir 21 stig 10.FC Nordsjælland 17 dystir 18 stig 11.AGF 17 dystir 18 stig 12.Vendsyssel 17 dystir 16 stig 13 Vejle 17 dystir 16 stig 14.Hobro 17 dystir 15 stig Jólini nærkast, og nógv er at brúka pengar til. Men tað kann ganga illa fíggjarliga, um tú ikki ansar eftir peninganýtsluni, og tað ber eisini til at fyrireika seg til dýra jólamánaðin. Hesi átta hava klárað kravtíðir til oyggjaleikirnar í 2019 Birita Debes Flot Eyðrið Mortensen HS Signhild Joensen Ægir Vár E. Eidesgaard HS Alvi Hjelm HS Óli Mortensen HS Rókur Trygvason Ægir Róland Toftum Suðuroyar Svimjifelag Tólvta og seinasta talvið í HM finaludystinum í London millum norska heimsmeistaran, Magnus Carlsen, og amerikanska avbjóðaran, Fabiano Caruana, varð telvað mánadagin. Hetta hendi, tá Magnus Carlsen góðar tríggjar tímar inn í talvið bjóðaði avbjóðara sínum, Fabiano Caruana, remis. Nakað, sum vakti ans millum áskoðarar og serfrøðingar. Suni Merkistein, talvkønur, og Helgi Dam Ziska, stórmeistari, greina seinasta talvið og støðuna, nú tað er greitt, at neyðugt verður við umdysti fyri at finna heimsmeistaran í talvi. Yrkismál er mál, har nógv útlendsk orð verða brúkt heldur enn føroysk. Í summum førum er tað neyðugt, men tað eru yrkismál, har vit hava góð føroysk orð. Umframt yrkismál eru orðingarnar, eg búgvi uppi yvir ella niðri undir vegnum, til viðgerðar og eisini orðið, líka, sum gjøgnum tíðina hevur fingið ein heilt annan týdning á føroyskum, enn hann upprunaliga var. Eitt nýtt orð er eisini á skránni. Tað er orðið, nýnýtsla, sum á enskum eitur upcycling. Elin Henriksen greiðir frá, hvat orðið merkir, og hvussu vit kunnu brúka tað. Fleiri tiltøk eru at fara til, bakstur, reingerð og prýði heima, jóladøgurðar og ikki minst jólaborðhald og aðrar veitslur upp undir høgtíðina. Tá eg havi verið og ferðast, havi eg sæð, at fólk ganga túr við hundum, meðan eigararnir eru til arbeiðis ella ikki hava møguleika at fara út við hundi sínum. Tað er eitt fínt hugskot, og nú vil eg so vita, um hetta eisini letur seg gera í Føroyum. Ætlanin er, at Jannie Dam Jacobsen fer eftir hundinum, har hann er, og síðani gongur hon túr við honum í ein tíma ella har á leið. Hon væntar, at hon fer at hava upp í fimm hundar við sær á hvørjum túri. Her í Havnini eru eisini góð fríøki og eitt sokallað hundaland, har hundarnir kunnu renna leysir, so har fari eg heilt sikkurt eisini við teimum, sigur Jannie Dam Jacobsen, sum hevur verið á skeiði í Danmark fyri at læra um hundar og teirra atburð. Arbeiðsgevarafelagið sigur, at høvuðsverkætlan og avleiddar verkætlanir skulu gerast í senn ella innan fyri stutt áramál, so full nytta fæst burtur úr verkætlanini beinanvegin. Um hesi skúrbýli vórðu bygd við varandi nýtslu fyri eyga, høvdu bústaðirnir kunnað verið yvirtiknir og dagførdir, tá verkætlanin var liðug, og verða brúktir til bíligar leigubústaðir, sigur Arbeiðsgevarafelagið. Meðal vindmegin var 11,8 m sek. í oktober, og vindmyllurnar gjørdu 7.600 megawatttímar, sum svara til alla el nýtsluna hjá privatum húskjum í Føroyum, sigur SEV. Tað sigur Heðin Mortensen, landsstýrismaður, í svari til Kára P. Højgaard í Sjálvstýri, sum spurdi Aksel V. Johannesen, løgmann, tá hann umsat samferðslumálini í landsstýrinum. Í Danmark ber til at fara inn á nummerplade.net og fáa alla kunning um eitt akfar við at upplýsa nummarplátuna ella stellnummarið, sigur Kári P. Højgaard. Tá eykalutir verða bílagdir uttanlands, ella keyptir frá øðrum handli enn tí, sum umboðar bilmerkið, er neyðugt at hava hesa vitan fyri at fáa røttu lutirnar, sigur Kári P. Højgaard. Troels Lund Poulsen, arbeiðsmálaráðharri, ætlar at nágreina reglurnar um orðingina her i riget , næstu ferð, lógin um pensjónir verður endurskoðað. Sjúrður Skaale hevur spurt bæði løgmálaráðharran og arbeiðsmálaráðharran um, hvussu orðingarnar skulu skiljast, tað er um tær eisini eru galdandi fyri Føroyar og Grønland. Fyritøkan hevur boðað frá, at 15 prosent av starvsfólkunum verða søgd úr starvi. Í dag arbeiða 180 túsund fólk fyri General Motors. Tilsamans sjey verksmiðjur verða stongdar, tvær av teimum eru í USA, onnur í Detroit og hin í Warren í deilstatinum Ohio, og ein er í Oshawa í Ontario í Kanada. Í hesum trimum verksmiðjum verða bilarnir settir saman. Eisini stongir GM tvær verksmiðjur, sum framleiða battarí og gearkassar, tær eru í Baltimore og í Warren í deilstatinum Michigan. Eisini lata tvær fyritøkur aftur uttanfyri Norðuramerika, men tað er enn ógreitt, hvørjar talan er um. Nýskipanir verða eisini gjørdar í leiðsluni, og hon verður eisini skerd, verri enn um samanborið verður við starvsfólkini. Ein fjórðingur av stjórunum eru sagdir úr starvi, so at leiðslan verður effektivari. General Motors fer eisini at steðga framleiðsluni av ávísum bila modellum, sum fyritøkan hevur ilt við at selja. Fyritøkan fer eisini frameftir at gera størri íløgur í nýggja ættarliðið av elbilum. Hvat snýr jólakalendarasøgan 2018 seg um. Hvat skalt tú hugsa, tá ið tú gert ein jólakalendara. Elin á Rógvi hevur skrivað og lagt til rættis. Barnaútvarpið og Nám hava samstarvað um undirvísingartilfar, soleiðis at næmingar sleppa at loysa uppgávur og fáa meiri at vita um ávís evni, sum vit hoyra um í jólakalendarasøguni Flytifuglar. Eisini fara vit at hoyra um , hvussu ljóðið í leikinum er gjørt. Saltfiskurin hjá Saida og Captain Naumov verður landaður í Klaksvík. Hann verður vigaður, skildur, flokkaður og pakkaður, og síðani fer hann ta longu leið suður ígjgøgnum Europa til døgurðaborðini í Spania og Grikkalandi. Suðureuropearar eta nógvan saltfisk, og hugflogið er stórt, tá teir matgera. Gjørt sendingina hava Sigmar Bláberg og Bjarnheðin í Hoyvík. Í sambandi við at tað í ár eru 100 ár síðani seinni heimsbardagi endaði, endursenda vit sendingina U 36 og tær átta sluppirnar . Sendingin er frá 1992. Zacharias Hammer var vesturi í Trolhúsinum í Miðvági, har tann tá 94 ára gamli Ingvald Johannesen, sáli, sum hevði havt eitt langt lív á sjónum, greiðir frá m.ø. hendingini í 1917, tá ið 8 sluppir vórðu søktar á Føroya Banka av týska kavbátinum U 36. Systkini á Løgmansbø spæla og syngja sjómanssangir eftir Harry Birtilíð. Lagt til rættis Zacharias Hammer. Fiskiskapur í Barentshavinum. Í triðju sendingini um fiskiskapin í Barentshavinum eru vit umborð á nýggja Skálabergi. Vit fylgja arbeiðinum umborð og tosa við skipara og manning um, hvussu tað er at vera við einum nútímans fiskiskipi. Sigmar Bláberg og Bjarnheðin í Hoyvík hava gjørt sendingina. Nú er ætlanin, at allir handlar, sum selja garandisvørur, uttan mun til støddina, kunnu hava opið til klokkan 11.00 um kvøldið og sunnudagar. Í galdandi lóg er markið 250 fermetrar. Handlar, sum eru størri enn 250 fermetrar, hava ikki loyvi til at hava opið um kvøldið og sunnudagar. Og í morgun varð avdúkað, at verkætlanin, Øll hava rætt til góð barnaár, sum er undir Bláa Krossi, fær 206.000 krónur frá Jólamerkjagrunninum. Svanbjørg Manai, stjóri á Frímerkjadeildini á Posta, og Alisa Hammer, fyribyrgingarleiðari hjá Bláa Krossi, eru gestir í útvarpsstovuni. Føroya Symfoniorkestur er lagt í eina trygga legu, sum ikki er tengd at ávísum persónum, men einum bindandi sáttmála millum fleiri ymsar aktørar, sigur Poul Jákup Thomsen, sum skýrir dagin, tá sáttmálin var undirskrivaður at vera ein gleðisdag. Eg kenni brádliga á mær, at Gud vil siga mær okkurt, og so fylgi eg hansara boðum. Eisini hóast eg eri eitt nú til ein almennan døgurða ella okkurt tílíkt. Í nýggju bókini, Thi kendes for ret, skrivar hann um persónligar hendingar og upplivingar, ið allar hava tað í felag, at tað andaliga spælir ein týðandi leiklut. Eitt nú lýsir Jenis av Rana í bókini ta náttina, tá krabbameinsrakta kona hasara fyri seks árum síðani bleiv grødd av Gudi á baðiverilsinum. Hon var so ómetaliga illa fyri, men knappliga kendi hon seg næstan fríska. Og líka síðani hasa náttina, hevur hon verið frísk, sigur Jenis av Rana, sum ikki ivast í, hvat tað var ,sum hendi Vit eru sannførd um, at hon bleiv grødd av Gudi. Fólk høvdu biðið fyri henni, og eg trúgvi ikki uppá, at tað bara var av tilvild, at hon bleiv frísk hasa náttina, sigur Jenis av Rana. Íløgur verða gjørdar fyri 25,5 milliónir krónur, millum annað eru 8 miljónir settar av til útbygging á Lítlafløtti, 7 miljónir til umvælingar og pullartar á keini á Hulki og góðar 6 miljónir krónur til útstykking, sæst á heimasíðuni hjá Sjóvar kommunu. Støðan gerst alsamt spentari millum Russland og Ukreina. Nú ávara russarar ímóti avleiðingunum av undantaksstøðuni, sum Ukreina setur í gildi í dag. Ukreinski forsetin, Pedro Porosjenko, sigur í samrøðu í ukreinskum sjónvarpi, at myndugleikarnir fara at brúka allar mátar at fáa teir 24 ukreinsku sjó hermenninar leysar aftur, sum russiska sjóverjan handtók sunnukvøldið, tá hon legði hald á trý ukreinsk sjóverjuskip í Kertsj sundinum við Krim hálvoynna. Vit fara framhaldandi at stríðast fyri at fáa ukreinararnar latnar leysar úr russiskum fongslum, tí eg eri sannførdur um, at falskar skuldsetingar verða reistar móti teimum, sigur Porosjenko í samrøðuni, sum Reuters hevur víst brot úr. Eftir hendingina í Kertsj sundinum, mugu vit tryggja okkum, at ukreinskar herdeildir kunnu verja ímóti stórari innrás. Russisku stríðsvognarnir eru ikki tiknir aftur enn. Teir standa á markinum millum Russland og Ukreina, og tí ávari eg ímóti at síggja hetta sum eitt spæl. Álvarslig hóttan er um kríggj við russiska samveldið, sigur Porosjenko í samrøðuni. Í telefonsamrøðuni segði Putin, at hann er sera ørkymlaður um avgerðina í Kiev um undantaksstøðu, og vónar, at Berlin kann sannføra ukreinskar myndugleikar um, at teir ikki mugu gera fleiri fyrilitaleysar gerðir. Í samskipaða átakinum, sum var í 26 londum, hevur evropiska løgreglusamstarvið handtikið 12 persónar og lagt halda á eina miljón evrur, tað svara til 7,5 miljónir krónur, upplýsir Europol í tíðindaskrivi. Átakið kallast In Our Sites , og er afturvendandi alheims átak, sum fyrstu ferð varð sett í verk í 2014 og er vaksið í vavi síðani. Avgjørt er, at dysturin verður leiktur 8. ella 9. desember uttanfyri Argentina. Tað boðar suðuramerikanska fótbóltssambandið, Conmebol, frá. Í gjár boðið Conmebol frá, at agamál verður reist móti fótbóltsfelagnum, River Plate, eftir at fjepparar hjá felagnum um vikuskiftið lupu á liðbussin hjá Boca Junior, áðrenn dysturin millum erkafíggindarnar skuldi spælast leygardagin. Norska fregattin stoytti tíðliga í novembermánaði saman við eitt tangaskip í Hjeltefjørðinum í útnyrðing úr Bergen. Fregattin fekk skjótt slavsíðu, og manningin avgjørdi tí at sigla tað upp á land. Øll manningin varð bjargað. Higartil eru 150 túsund litrar av diesel pumpaðir úr skipinum, og 33 túsund litrar av olju, sum eru blandaðir í sjógvi, eru eisini tiknir upp av sjónum. Arbeiðið at tryggja skipið gongur sína gongd, men stórar avbjóðingar eru, tí talan er um tungt tilfar, og trupult er at sleppa framat skipinum frá landi av. Fleiri óvissir faktorar eru, sum kunnu ávirka tíðarætlanna, millum annað veðrið, stabiliteturin hjá skipinum og vandin fyri dálking. Illveðrið í dag, sum rakar økið í útnyrðing úr Bergen, kann gera, at fregattin flytir seg við súðinum á djypri vatn, tí sterkar kreftir eru í sving, sum kunnu ávirka støðuna, sigur norska verjan. Avgerðin um húsarannsóknirnar er grundað á telefonsamrøðu, sum varð gjørd dagin fyri, at Jamal Khashoggi vitjaði saudiarabisku sendistovuna í Istanbul, samrøðan var millum ein mann, sum eru undir illgruna fyri drápið á Khashoggi, og so annan av eigarunum av húsunum, sum løgreglan hevur kannað. Vit halda, at samrøðan snúði seg um, hvussu kropslutirnir hjá Khashoggi best kundu fyribeinast. Tí hevur løgreglan í samráði við ákæruvaldið tikið stig til húsarannsóknirnar, skrivar ákæruvaldið í tíðindaskrivi, sambært CNN. 40 fólk hjá løgregluni, rættarmedisinskir serfrøðingar, dronuførarar og hundar kannaðu húsini bæði. Serliga var leitað í tveimum brunnum sum eru á grundøkjunum. Turkisku myndugleikarnir hava enn ikki kunngjørt, um teir funnu nakað, sum kann verða hjálp í arbeiðnum at uppklára málið, skrivar AP. Amerikanska trygdartænastan, CIA, hevur fyrr sagt, at saudiski prinsurin, Mohammed bin Salman, gav boðini um at drepa Jamal Khashoggi, eftir at hann hevði verið atfinningarsamur móti prinsinum. Jamal Khashoggi fór inn á saudisku sendistovuna í Istanbul 2.oktober fyri at fáa skjøl, so at hann kundi giftast, men hann kom ongantíð útaftur. Hann skal verða myrdur við onkrum slagi av eiturinnspræning eftir bardaga, og eftir tað er kroppurin limaður sundur fyri at kunna flytast út úr bygninginum. Í 1999 samtykti ST, at altjóða dagur móti harðskapi móti kvinnum skal vera 25. november hvørt ár. Og nú hesin dagur var sunnudagin, er hetta evnið reyði tráðurin í Nón og hesum TemaTýsdegi. Hvussu umfatandi er harðskapur móti kvinnum í Føroyum, og er mynstrið broytt gjøgnum árini, eru millum spurningarnar við viðgera saman við Elini Reinert Planck, leiðara í Kvinnuhúsinum. Hvat skalt tú gera, um tú ert fyri harðskapi í tínum parlagi, og hvat merkir hetta fyri familjuna, eru tveir av spurningunum, ið vit seta sálarfrøðingunum Suna Poulsen og Katrinu Lindenskov Holm. Sig frá er ein verkætlan, ið skal fáa fólk at bróta tøgnina um harðskap. Ein partur er at bjóða monnum, ið fremja harðskap, stuðul og hjálp. Fyrst í seinna tímanum spyrja vit Elina Winther Poulsen um hesa verkætlan. Vit fara eisini at fregnast hjá løgregluni, um eitt nú teirra mannagongdir, tá talan er um neyðtøkumál og harðskap. Og tað verður saman við Hera Andreassen, løgreglumanni. Vit spyrja eisini Katrina á Neystabø, aðalskrivara í Amnesty Føroyar, um ta frágreiðing, sum Amnesty International júst hevur gjørt um neyðtøkur í Europa. Ein listi við 21 viðurskiftum, sum skulu gerast alt fyri eitt fevnir millum annað um illa upplýstar rýmingarleiðir, manglandi hondlistar og loftslistar, sum kunnu detta niður. Í farnu viku datt ein listi einar 7 8 metrar niður úr loftinum í ítróttarhøllini á Glasi. Høllin er stongd, tí hon er ikki trygg, sigur Bogi Bech Jensen, rektari á Glasi. Leysu loftslistarnir eru bara eitt av 21 ábótum sum mangla fyri at skúladepilin í Marknagili skal virka sum vant, sambært landsstýriskvinnuni í mentamálum. Aðrar ábøtur, sum eru nevndar á hennara lista eru illa uppmerktar rýmingarleiðir, vantandi neyðljósskipanir og handlistar í stóru høllini, sum er seks hæddir. Rigmor Dam hevur biðið løgtingið um 28,6 milliónir til Glasir. Samstundis boðar landsstýriskvinnan frá, at hon møguliga skal brúka yvir 17 milliónir aftrat til skúlan. Vørðustíggjur hevur skotið upp, at menningarkvoturnar hjá felagnum verða minkaðar 20 prosent, og tey 80 prosentini, sum tá eru eftir, verða avreidd í Hvalba, sum eisini hevur fingið menningarkvotur. Vørðustíggjur fekk freist til fríggjadagin seinnapartin í síðstu viku at fáa avtalu í lag við Sandoy Seafood, so tillutaðu menningarkvoturnar kunnu avreiðast og virkast í Sandoynni, sum ætlanin var við kvotununum. Fiskurin skuldi landast til fiskavirkið í Skopun, og eisini fekk reiðaríið Vørðustíggjur loyvi at landa restina til virkið í Hvalba. Men tá avtornaði, vóru reiðaríið og Sandoy Seafood ikki samd um treytirnar fyri at landa makrel og norðhavssild til virkið í Skopun. Tí er størsti parturin av menningarkvotuni, sum Eysturbúgvin og Vesturbúgvin higartil hava fiskað, landaður til Pelagos í Fuglafirði. Tað er brot á økisrættarligu treytirnar fyri at fáa hesa menningarkvotur, sigur Fiskimálaráðið, sum tí gav Vørðustíggi freist til fríggjadagin at fáa viðurskiftini í rættlag. Fíggjarmálaráðið hevur biðið um tingfundin í morgin, tí uppskot skal leggjast fram um eykafíggjarlóg fyri 1.desember, sum er leygardagin. Í eykafíggjarlógini eru fíggjarnevndarskjølini, sum eru játtað í fíggjarárinum. Hetta eru játtanir, sum ikki eru við í eykajáttanarlógum. Í stýriskipanini stendir, at eykajáttanir, sum fíggjarnevndin hevur latið, skulu góðkennast við eykafíggjarlóg í seinasta lagi 31.desember sama ár. Næmingarnir fáa lítið og einki at vita, siga tey trý Angela S. Poulsen, Árni S. Hansen og Sissal Matras, sum Kringvarpið tosaði við fyrrapartin. Tey halda tað vera eitt sindur óhugnaligt at hoyra um nógvu byggimanglarnar, og at viðurskiftini á skúlanum sum heild kundu verið betri. Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, sum varðar av Landsverki, hevur gjørt av at seta í verk eina gjøgnumgongd av byggimálinum um Glasir beinanvegin. Gjøgnumgongdin skal fevna um tilgongdina, frá tí, at málið er fyrireikað, og byggiverkætlanin samtykt, fígging, játtan og nýtslu í sambandi við byggingina, hví týdningarmiklir byggimanglar tykjast vera, eftir at skúlin er tikin í nýtslu, og hví fráboðan um vantandi játtan kemur nústani. Heðin Mortensen sigur í tíðindaskrivi, at endamálið við gjøgnumgongdini er at fáa staðfest, um tey, sum hava verið partar av verkætlanini, hava røkt sínar uppgávur á nøktandi hátt. Rasmus Joensen hevur lagt frá sær í Sláið Ring, eftir at hava verið formaður í meginfelagnum í 17 ár. Hetta hevur verið eitt nevndarstarv, sum hevur kravt nógv, og nógva samskipan, eitt nú mongu dansistevnurnar i Føroyum og uttanlands. Rasmus heldur, at dansur og kvøðing eigur at hava í ein størri lut í skúla og skúlafyrisiting okkara Bøkur og bókmentir seta dagsskránna henda MentanarMikudagin í Nón. Vit leggja út við einum krimitíma, har vit fyrst fáa vitjan av Steintóri Rasmussen, sum júst hevur latið úr hondum sína fjórðu krimiskaldsøgu, Seytjandi maðurin, har vit aftur hesuferð eitt nú fáa høvi at hitta fjøltáttaða bindiklubban úr Norðurvík. Honum á baki hitta vit Jógvan Isaksen, sum eisini er aktuellir við nýggjari krimiskaldsøgu, nevniliga Anathema, ið er fimta krimisøgan við brotsløgreglumanninum, Williami Hammer og Skansadeildini. Leygardagin varð avdúkað, at rithøvundurin Oddfríður Marni Rasmussen, við skaldsøguni Ikki fyrr enn tá, hevði vunnið skaldsøgukappingina, sum Bókhandlarafelagið og Forlagið Sprotin tóku stig til. Oddfríður vitjar Nón fyrst í seinra tímanum. Slepp tær til heiti fani, er heiti á nýggjari bók, sum Høgni Mohr hevur latið úr hondum. Jógvan Isaksen fer at ummæla nýggju bókina. Og seinast í sendingini fáa vit vitjan av Mai Young Øvlisen, ið er oddakvinna í danska tónleikabólkinum Meejah, og hon fer eitt nú at siga okkum um sítt tilknýti til Føroyar og um tónleikin. Allan Enghamar úr Havn og Edith Maria Samuelsen úr Vági møttust í Havn og blivu par í 2012. Tá var Edit í handilslæru. Tá Edith var liðug við sína útbúgving, vildi hon flyta suður aftur til heimbygd sína. Allan segði seg vera við upp á tað upp á eina treyt, og hon var, at hann fekk eitt stjórastarv í oynni. Edith lá ikki á boðunum, og brádliga ein dagin høvdu tey bæði fingið eitt tilboð um at yvirtaka handilsmiðstøðina, Torgið, í Vági. Meir enn helvtin av øllum tí, eg framleiði, verður selt til Amerika. Nú jólini stunda til, eru tað tær stóru, reyðu hosurnar við navni á, sum amerikanarar bíleggja frá mær, sigur Randi Hjelm Mortensen, sum eisini selur uppskriftir á netinum. Uppsktiftirnar til pannubondini selja ógvuliga væl, og tað virkar, sum at binding eisini er rættiliga modernað yviri í Amerika fyri tíðina, heldur Randi Hjelm Debes fyri. Í morgunsendingini greiddi Randi Hjelm Debes frá íverksetarafyritøkuni Faroe Knit, og hvussu hon hevur megnað, at gjørt bundnu pløggini úr Vági so vælumtókt uttanlands. Í nógv ár sigldi Niels Harald Michelsen annars uttanlands, men hann sigur seg trívast nógv betur við at røkja farleiðina um Suðuroyarfjørð Her komi eg í samband við nógv fólk, og harafturat eri eg ikki so nógv burturi frá familjuni, og tað er nakað, sum mann fer at hugsa meir og meir um, eldri mann blívur, sigur Niels Harald Michelsen. Longu nú eru útvið 90 fólk limir í Facebook bólkinum hjá felagnum, og eini tvær ferðir um vikuna møtast tey nøkur fyri at dyppa. Soleiðis verður havsvimjing ofta rópt í Suðuroy. Føroyska koyrikortið er komið í vanda, hevur Fíggjarnevndin fingið at vita frá landsstýrismanninum í samferðslumálum, Heðini Mortensen. Fíggjarnevndin hevur fingið at vita, at Akstovan hevur í fleiri ár arbeitt við at gera nýtt koyrikort, sum lýkur galdandi altjóða trygdarkrøv til koyrikort. Fíggjarmálaráðið eigur at skriva niður, hvørji atlit tala fyri at gera undantak frá høvuðsregluni um at halda løn aftur, tá arbeiðssteðgur er. Bill Justinussen, løgtingsmaður, kærdi fyrst í mars Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, fyri at brúka almennar pengar í heimildarloysi. Bill Justinussen sigur, at Kristina Háfoss uttan heimild og móti galdandi reglum hevur goldið limum í Pedagogfelagnum løn, meðan arbeiðssteðgur var. Løgtingsmaðurin sigur, at landsstýriskvinnan hevur brotið stýriskipanarlógina, tí hon hevur brúkt pengar hjá landinum uttan heimild í fíggjarlógini ella í aðrari játtanarlóg. Men grannskoðararnir hjá landinum, Landsgrannskoðanin og løgtingsgrannskoðarnir, halda ikki, at Fíggjarmálaráðið breyt nakra lóg, tá tað rindaði námsfrøðingum løn, meðan arbeiðssteðgur var. Men Fíggjarmálaráðið átti at skjalfest tey viðurskifti, sum hava týdning fyri, hví ráðið valdi loysnina at mótrokna seinni heldur enn at steðga lønini. Landsverk vísir á, at um grót frá tunnilsgerð verður koyrt beinleiðis til Selatraðarvegin, kostar arbeiðið átta milliónir krónur minni. Koyringin verður víðkað soleiðis, at tey, sum hava brúk fyri serflutningsbussi, eisini kunnu bíleggja sær fart til at fara í kirkju sunnumorgun. Christianskirkjan hevur gjørt avtalu við Klaksvíkar kommuna um, at kirkjan rindar rokningin fyri serflutning til og frá gudstænastu sunnu og halgidagar. Neyðugt er at bíleggja fart hjá kommununi í seinasta lagi fríggjadag, skrivar heimasíðan hjá fólkakirkjuni. Sands kommuna fyrireikar seg til framtíðina við føstum sambandi um Skopunarfjørð, og tí ger kommunan í ár íløgu í útstykking, og næsta ár verður skjøtul settur á at fyrireika nýggjan barnagarð í kommununi, sigur borgarstjórin á Sandi, Brandur Sandoy, í tíðindaskrivi. Norski heimsmeistarin tók øll á bóli og vann fyrstu trý kviktalvini í umdystinum. Sostatt hevði 28 ára gamli Magnus Carlsen endurvunnið heimsmeistaraheitið. Fýra kviktalv vórðu ásett í HM umdystinum umframt fimm snartalv, um eingin avgerð fall í kviktalvsdystinum. Sjálvur HM finaludysturin endaði javnur 6 6 eftir tólv remis í eitt koyr. Tað er eindømi í nakrari HM finalu í talvi. Tí kom tað heldur enn ikki óvart á, at Magnus Carlsen vann umdystin so spælandi í gjár. Fyri triðju ferð Hann gjørdist fyrstu ferð heimsmeistari 22 ára gamal í 2013. Hann var tá yngsti heimsmeistarin í talvi nakrantíð. Hetta er triðja ferðin, at hann endurvinnur HM heitið. Avsláttur verður somuleiðis latin foreldrum, sum hava tvey ella fleiri børn í dagstovni. Borgarstjórin roknar við, at tað fer at kosta kommununi slakar 200 túsund krónur um árið. Hetta kostar lítið í mun til tað, vit fáa burturúr, sigur hann. Vit halda, at skattaprosentið hjá okkum er lágt. Tað er eingin loyna, at barnafamiljur, sum skulu seta búgv, hava tað vanliga tungt fíggjarliga. Og tað er teimum, vit vilja hjálpa, sigur Jógvan í Skorini, borgarstjóri á Eiði. Fíggjarætlanin hjá Eiðis kommunu varð einmælt samtykt í gjárkvøldið. Skuldin hjá kommununi verður við ársenda 2019 slakar átta milliónir krónur. Nú er ikki leingi at bíða og finna útav, hvat vit í jólakalendaranum Flytifuglar verða boðin inn til. Mánadagin 3. desember er at skrúva for frá og lurta eftir 1. parti av jólakalendarasøguni Flytifuglar. Flytifuglar er jólakalendarin hjá Barnaútvarpinum 2018. Talan er um eina spennandi samtíðarsøgu, sum gongur fyri seg í Vestmanna og á Válinum. 11 ára gamla Mai er høvuðspersónurin í nýskrivaða leikinum. Elin á Rógvi hevur skrivað og leikstjórnað. Niclas Johannesen er tónasmiður, og Finnur Hansen hevur lagt tónleikin til rættis. Høgni Fagraberg hevur gjørt ljóðmyndina. Talan er um eina upprunaføroyska framleiðslu við trimum sangum umframt eyðkennislag Lea Kampmann og Hans Marius Ziska Davidsen syngja. Høvuðsleikararnir eru Fríða Hofgaard Ákadóttir og Hans Tórgarð. Elin á Rógvi hevur skrivað tríggjar jólakalendarasøgur. Hin fyrsta var Eg sá ein eingil , síðan kom Nivi Naja , og so nú Flytifuglar, sum ikki stendur aftan fyri hinar í dygd og í spenningi. Torført er at avdúka, hvat útvarpsleikurin snýr seg um, men sigast skal, at talan er um eina spennandi søgu, sum viðger fleiri áhugaverd evni. Barnaútvarpið hevur havt sera gott samstarv við Vestmanna skúla og Staðið, tí børnini, sum eru við, eru vestmenningar. So at siga allar upptøkurnar eru gjørdar í Vestmanna. Til jólakalendarasøguna Flytifuglar er eisini undirvísingartilfar gjørt, soleiðis at tað ber til hjá næmingunum at fara inn á Snar.fo gerandismorgnar í desember og arbeiða kreativt innan ymiskar lærugreinar og viðgera evni í søguni. Og so er undirvísingartilfarið eisini ein jólagáva til lærararnar í føroyska fólkaskúlanum. Insigt er fyrsta tól av sínum slag, ið hevur sett seg á Mars, tí meðan tey undanfarnu kanna yvirflatuna á Mars, kannar Insight tað, sum er undir yvirflatuni. Tað fer tó at ganga áleið eitt hálvt ár, áðrenn alt er til reiðar og tey spennandi úrslitini vera at frætta, leggur David Arge Klevang Pedersen aftrat. Barnafrádrátturin verður 6000 krónur, og ein millión krónur er sett av til at rinda skuld aftur, og ein millión til nýggja innkoyring og annað. Samgonguflokkarnir og Sonja Jógvansdóttir í rættarnevndini taka ikki undir við uppskotinum frá tingfólki í andstøðuni, um at Norðoyatunnilin skal fyrireika verkætlanina at gera tunlar norður um Fjall, og mælir frá at samtykkja tað. Meirilutin sigur, at tað er ikki skilagott at taka einstakar verkætlanir burtur úr samferðsluætlanini hjá Landsverki, sum longu eru raðfestar, og at fíggja tær við gjaldsvegum ella tunlum, sum tilvildarliga liggja nærindis. Teir siga, at lógaruppskotið hevur einki við at gera, hvør fíggingarleistur verður brúktur, tá tunlarnir norður um Fjall verða gjørdir. So stendur tað til løgtingið at gera av, hvat loysnin verður, bæði viðvíkjandi fígging og linjuføring, siga andstøðuumboðini í rættarnevndini. Skipara og Navigatørfelagið og Fíggjarmálaráðið hava skrivað undir nýggjan sáttmála fyri skiparar og stýrimenn á fiskirannsóknarskipinum Magnus Heinason. Fíggjarmálaráðið skrivar á heimasíðuni, at partarnir eru samdir um, at kemur annað skip inn fyri Magnus Heinason í sáttmálaskeiðnum, taka partarnir upp nýggjar samráðingar, uttan at seta stríðsstig í verk. Føroyingar hava havt eina serliga drykkjumentan. Í 1907 var á fólkaatkvøðu samtykt at banna allari sølu og útskeinking av rúsdrekka í Føroyum. Hesin stongsulin stóð við í 85 ár. Einki annað land í vesturheiminum hevði so stranga rúsdrekkalóggávu. Frá 1908 til 1992 fekst ikki dropin til keyps í landinum uttan veikt føroyskt øl. Sterkari øl, brennivín og vín mátti bíleggjast úr útlondum. Skipanin var so mikið ólagalig, at bílagt var ofta í stórum. Av hesum stóðst mangan ótálmaður drykkjuskapur. Vóru menn í uppisetri, vóru góð ráð dýr. Nógvir seldu svart, men tað var ólógligt. Samstundis sum ráðini í 60 árunum batnaðu vaks rúsdrekkanýtslan í stórum. Serliga var tað hitt sterka ølið, sum føroyingar fóru at drekka. Í 1961 drukku føroyingar 175.000 litrar av øli, í 1969 540.000 litrar. Ølklubbar vórðu stovnaðir, men teir vóru bara fyri vaksnar menn. Ungdómurin rakst húsvillur í býnum. Eins og í forboðstíðini í USA í 20 unum vaks í Føroyum hesi árini fram stórur marknaður fyri ólógligari rúsdrekkasølu. Stórur forvinningur var hjá ídnastu svartabørssølumonnunum. Men teir spældu við eld, tí hetta var kriminelt virksemi. Í hesari fyrru sendingini um drykkjusiðir í Føroyum verður greitt frá allari tilgongdini fyri og eftir rúsdrekka og útskeinkingarbannið í 1907, hvussu viðurskiftini broyttust komandi áratíggjuni, hvussu nýtslan og sølan á svarta marknaðinum vant upp á seg til politiið í 1973 gjørdi bart og fór í hernað móti tiltiknu svartabørsmonnunum í Kelduni í Havn. Fólkatalið í Leirvík er vaksið støðugt síðani 1985. Tað minkaði eitt sindur mitt í 1990 unum, men vaks aftur, og serliga seinastu fýra árini eru nógv fólk flutt til bygdina. Hetta er jaligt, men hevur eisini við sær, at tørvur er á fleiri grundstykkjum og barnagarðsplássum, og tað er ein góð avbjóðing hjá kommununi. Hvat hevur kommunan arbeitt við í Leirvík seinastu árini, og hvat eru framtíðar vánirnar og ætlanirnar, spyrja vit borgarstjóran í Eystur kommunu, Jóhan Christiansen, um. Herfyri lat Lugarið upp í nýggjum hølum við nýggja bátahylin í Leirvík vit práta við Albert Isfeldt, arkitekt, hvussu nýggi bygningurin og havnalagið sum heild riggar. Nógv virksemi hevur altíð verið á havnalagnum í Leirvík, og vit vitja tvey virkir, Tavuna og Norðfrá, har virkisleiðararnar Ingvard Joensen og Jógvan Martin Hansen greiða frá virkseminum. Vit fara eisini á gátt hjá Onnu Djurhuus, sum er fødd og uppvaksin í Leirvík og hevur búð í bygdini alt sítt lív. Og vit vitja eisini Paulu Thomsen og Flemming Rud Justinussen, sum eru tilflytarar. Vit spyrja tey um, hví tey hava búsett seg í Leirvík, og hví tað er ein góð bygd fyri ung sum eldri at búgva í. Eisini tosa vit við hjúnini Jórun og Osmund Justinussen, sum herfyri løgdu fram ævisøguna Í kjalarvørrinum lív okkara . Vit fregnast um bókina, tá vit hitta tey á Bátasavninum. Meirilutin í Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum er komin ásamt um at biðja Løgtingið um at játta 28 milliónir til skúlabyggingina við Marknagil. Fíggjarnevndin er kunnað um, at tað mangla 46 milliónir í, men tey hava gjørt av, at bert tað, sum er bráðfeingi skal játtast Jacob Vestergaard, umboð fyri Fólkaflokkin í Fíggjarnavndini, arbeiðir við einum minnilutauppskoti, har hann millum annað fer at mæla til, at tað verður onkur annar enn Landsverk, sum tekur um endan og ger skúlan lidnan. Larmur og roykur frá skipum, sum liggja við kai, er vorðin so ótolandi nógva staðni kring landið, at tað nú verður eitt felag stovnað, sum skal virka fyri, at fólk fáa frið og hvíld í egnum heimi. So er desember og vit barnaútvarpið fara at bjóða tykkum eina spennandi jólakalendarasøgu, sum er útvarpsleikurin Flytifuglar. Í 16 pørtum fara vit at hoyra eina nýskrivaða søgu, sum Elin á Rógvi hevur skrivað. Nýggjur tónleikur er skrivaður og framleiddur til jólakalendarasøguna, og tað er Niklas Johannesen, sum hevur sangskrivað og Elin á Rógvi eigur orðini. Finnur Hansen hevur framleitt tónleikin og Høgni Fagraberg hevur gjørt ljóðmyndina til leikin. Tá ið vit byrja at lurta eftir einari spildurnýggjari jólkalendarasøgu, so er torført at avdúka, hvat søgan snýr seg um, tí ein jólakalendarasøga er altíð loynilig. So eitt gott hugskot er at lurta nú, tí her kemur 1. partur av jólakalendarasøguni hjá Barnaútvarpinum 2018 , sum eitur Flytifuglar. Heðin Mortensen, landsstýrismaður, hevur í dag greitt Landsverki frá, hvussu kanningin av stovninum fer at ganga fyri seg í samband við byggingina av skúlanum í Marknagili. Landsstýrismaðurin væntar at fáa greitt svar frá Landsverki um tvær vikur. . Tað er desember og vit bjóða tykkum eina spennandi jólakalendarasøgu, sum er útvarpsleikurin Flytifuglar. Í 16 pørtum fara vit at hoyra eina nýskrivaða søgu, sum Elin á Rógvi hevur skrivað. Vit hoyra nýskrivaðan tónleik, sum Niclas Johannesen hevur gjørt og Elin á Rógvi eigur orðini. Finnur Hansen hevur framleitt tónleikin og Høgni Fagraberg hevur gjørt ljóðmyndina til leikin. Vit hava hoyrt fyrsta part av leikinum Flytifuglar. Vit hoyrdu um ein biltúr til Vestmannar, okkurt er hent, áðrenn biltúrin, okkurt, sum vit als onki vita um. Vit hoyrdu eisini, at Mai og Jóannes fóru inn í eini hús, har sum Jóannes hevur búð. Har hevur hann ikki verið í 25 ár. Nú fara vit at hoyra 2. part og nú fara vit 25 ár aftur í tíðina, og har hitta vit Jóannes, tá ið hann er ein drongur. Lurtið nú, tí her kemur 2. partur av útvarpsleikinum Flytifuglar. Seinast hittu vit Emmu, sum er vinkonan hjá Mai. Vit fingu at vita, at Mai er fødd í Thailandi, har hevur hon búð saman við ommu síni og abba sínum og hevur gingið í skúla og mátti klippa hárið og ganga í skúla í skúlauniformi. Síðani kom hon til Føroyar at búgva hjá mammu síni og Jóannes. Vit hoyrdu eisini, at tá ið Jóannes búði í Esbjerg, kemur VÍF liðið til Danmarkar til hondbóltskapping. Hann verður skelkaður, tá ið ein donsk mamma, sló flaggið úr hondini hjá honum, og rópar nassere eftir honum. Emma og Mai spæla eitt detektivspæl og tosa um eitt tiltak á Staðnum í Vestmanna, har børn í teirra aldri sleppa við. Heilsurøktarafelagið, Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið fara aftur til samráðingarborðið um middagsleitið í morgin. Partarnir fóru á fund klokkan 13 í dag, og hava tingast allan seinnapartin. Rakul í Gerðinum, forkvinna í Heilsurøktarafelagnum sigur við útvarpið, at samráðingarnar ganga væl. Vit vita nú, at Mai býr á Válinum, sum er í Kvívíkar kommunu. Hon býr í einum gomlum, lágum húsum, sum liggja fyri seg sjálvan, beint við ein bátahyl. Húsini eru býtt í tvey, tey hava annan partin og hin parturin av húsinum verður leigaður út til ferðafólk. Vit hoyrdu seinast, at Mai klandraðist við mammu sína, hon tímir ikki at passa lítlabeiggjan, tí hon skal á Staðið. Hon fer avstað á Staðið, og har verða tey býtt í bólkar at finna hugskot, hvussu tey skulu brúka húsið. Hon er í bólki við tveimum eldri drongjum, sum eita Jákup og Dia. Og nú er Mai nakað kedd, tí tað seinasta vit hoyrdu í gjár, vóru særandi orð, hon rímir tekur súkluna og fer avstað. Við javnleiki imóti føroyameistarnum úr H71, er Neistin nýtt oddalið í fremstu hondbóltsdeildini hjá monnum. Stóri leikarin i dystinum var Rasmus Søby sum skjeyt heili 15 mál. Uttanlandsnevndin mælir einmælt til at samtykkja uppskotið hjá løgmanni um at yvirtaka málsøkið, sum eitur kort og landmátingarmyndugleikin. Tá Fólkaflokkurin hevur lagt sama uppskot fram heilar tríggjar ferður í hesum valskeiðinum, hevur meirilutin í Uttanlandsnevndini annars mælt til at fella málið. Tveir arbeiðsbólkar við umboðum fyri føroyskar og danskar myndugleikar eru settir at fyrireika yvirtøkuna, ein fyri landkort og ein fyri sjókort. Arbeiðssetningurin hjá báðum bólkum er at lýsa, hvussu økini verða fyrisitin í dag, altjóða samstarv, hvussu yvirtøkan ítøkiliga verður framd og framtíðar samstarv millum føroyskar og danskar myndugleikar, eisini altjóða bindingar. Í skrivi fyrr í ár til Heilsu og Innlendismálaráðið, siga Lars Fodgaard Møller, landslækni, og Pál Weihe, yvirlækni, at slík ljóðdálking kann vera heilsuskaðilig. Og leiðreglur hjá WHO vísa á sterk prógv um, at óljóð er ein av størstu umhvørvisvandunum fyri bæði likamligu og sálarligu heilsuna hjá fólki. Vit hava gjørt av at kalla felagið Heimafriður, tí vit vilja vísa á, at sum nú er hava vit ikki so frægt sum svøvnfrið heima við hús. Vit vilja rætt og slætt fáa frið til hvíld í egnum heimi, siga fyriskipararnir. Tey siga eisini, at 10.desember, tá stovnandi aðalfundurin verður, eru liðin 70 ár, síðani aðalfundur Sameindu tjóða samtykti heimsyvirlýsingina um mannarættindi. Tey, sum fyriskipa felagið Heimafrið, eru Trina Elttør Eysturoy í Signabø, Sylvia Thomsen í Ánunum, Theodor E. Johannesen í Saltangará og Niels Midjord í Fuglafirði. Tað fekk Rættarnevndin hjá løgtinginum at vita, tá hon viðgjørdi ársfrágreiðingarnar frá Løgtingsins umboðsmanni fyri árini 2016 og 2017. Annars órógvar løgtingið og sáar iva um mannagongdir og avgerðir hjá umboðsmanninum, sigur Rættarnevndin, sum einmælt mælir til at góðtaka ársfrágreiðingarnar hjá Løgtingsins umboðsmanni fyri 2016 og 2017. Tá eg byrjaði, var tað púra vanligt, at nógvar tenn máttu trekkjast út, tí tær vóru í so ringum standi. Soleiðis er ikki í dag, tí nú læra foreldur um tannrøkt, longu tá barnið er bara nakrar mánaðir. Eg fari at sakna starvsfelagarnar, og øll fólkini og børnini, sum eg eri komin í samband við øll hesi árini. Men eg havi nógv áhugamál, so eg fari neyvan at keða meg, sigur Naja Mols Mortensen. Í morgunsendingini greiddi hon frá arbeiðinum, sum hon hevur havt í 43 ár, og hvussu barnatannrøkt er broytt til tað betra øll hesi árini. Tað eru fleiri fyrimunir við at arbeiða heimanfrá í Sandvík. Eg verði ikki órógvaður upp á sama máta, sum tá mann situr á eini stórari redaktión, har nógv fólk sita saman. Harafturat fái eg ymiskt við úr Suðuroynni, sum eg annars ikki hevði fingið, um eg ikki sat og arbeiddi í Sandvík, sigur Áki Bertholdsen. Viðhvørt royni eg at sløkkja bæði telefon og netsamband, men eg má viðganga, at tað hendir alt ov sjáldan, heldur Áki Bertholdsen skemtiliga fyri. 20 ára gamli Róland Toftum úr Vági hevur stríðst við sjúkur, síðani hann var barn. Men øll árini hevur hann hildið fast við svimjingina. Undan FM á langgeil í mai í ár, varð hann innlagdur í átta dagar við herviligum astma herðindi. Hann varð útskrivaður mánadag, og fríggjadag stóð hann á kavingarskamlinum í Pálshøll tilreiðar at kappast móti hinum. Hóast Yvonna Toftum mangan hevur talað at og biðið Róland tikið tað róligt, hevur tað ikki gjørt mun, tí Róland er ein treiskur kappsvimjari, sum vil halda fast. Sum 9 10 ára gamal varð Róland raktur av astmu, og bert fýra ár seinni varð staðfest, at hann hevur giktsjúkuna, Morbus bectherew. Tveir synir hjá countrystjørnuni, Merle Haggard, verða høvuðsnavn á Sørvágs Country og Bluesfestivali, sum verður 13. til 15. juni 2019. Talan er um teir báðar, Ben og Noel Haggard, sum hava tikið upp arvin eftir pápan, og nú ferðast kring heimin og framføra tónleikin hjá Merle Haggard saman við gamla bólki hansara,The Strangers. Tað hevur leingi verið eitt stórt ynski hjá okkum at fáa Haggard brøðurnar hendavegin. Vit vita, at tað eru heilt nógv í Føroyum, sum elska góðu sangirnir hjá Merle Haggard, og við Noel og Ben er tað næstan sum at hava ta ektaðu vøruna á countryfestivalinum, sigur Allan Samuelsen, ein av fyrireikarunum av festivalinum, sum næsta ár verður hildin á áttanda sinni. Merle Haggard var ein av legendunum í amerikanska countrytónleikinum. Hann var virkin sum sangari og sangskrivari so at siga heilt til hann gjørdist sjúkur og doyði í apríl 2016, 79 ára gamal. Merle Haggard var giftur fimm ferðir. Við fyrstu konu síni fekk hann fýra børn, eitt nú Marty og Noel, sum báðir eru virdir sangarir, og minna ikki sørt um pápan, bæði í rødd og útsjónd. Í seinastu giftuni, fekk Merle sonin Ben, sum í dag er 26 ára gamal. Hann og 55 ára gamli hálvbróðurin, Noel, ferðast nú runt og syngja kendu sangirnar hjá pápanum. Elstu børnini hjá Merle Haggard høvdu ikki so nógv samband við pápan, tá hann var ferðandi tónleikari, men øðrvísi er við yngsta soninum. Ben gjørdist fastur guittarleikari í bólkinum hjá Merle Haggard longu sum 15 ára gamal. Eftir at Merle doyði, hava Ben og Noel tikið uppgávuna at føra familjuarvin víðari. Teir átóku sær enntá at spæla tær konsertir, sum Merle hevði á avtalukalendaranum tá hann doyði. Tað var ikki fyrr enn pápin doyði, at yngsti sonurin, Ben, av álvara fór at gera alt meira við at syngja eisini. Tað er sum guittarleikari, at Ben Haggard fyrst gjørdi vart við seg, og hann hevur eitt nú eisini spælt saman við kendum sangarum, so sum Blake Shelton, Vince Gill og Toby Keith. Gestir Jóannes Eidesgaard, fyrvverandi løgmaður og landsstýrismaður í fíggjarmálum, Maud Vang Hansen, fyrrverandi forkvinna í Pedagogfelagnum. Heini Gaard, tíðindaleiðari í Kringvarpinum, Árni Gregersen, politiskur journalistur, Jón Brian Hvidtfelt, redaktørur og formaður í Føroyskum Miðlafólkum. Tey ráðini hava systkini Hanna og Mikkjal Davidsen ivaleyst tikið til sín, áðrenn tey fóru í holt við at gera stuttfilmin til filmskappingina, sum Klippfisk skipaði fyri fyrra vikuskiftið. Teirra filmur, Tólv, vann á hinum 20 filmunum. Filmurin er einans hálvan annan minutt langur og er upptikin við einum lítlum filmstóli. Ljóðið er upptikið við telefonini. Men neyðugt verður at læna 19,2 milliónir til skúlan og brúka 29 milliónir av tí, sum kommunan hevur á bók, til at fáa javnvágina. Michael Anthony Charles er ein av fyriskiparunum av Surf Camp 2018 , sum verður í Tjørnuvík trý vikuskifti á rað í desember. Tað er felagið Faroe Islands Surfing, sum skipar fyri við hjálp frá ymsum stuðlum. Fyrsta tiltakið verður leygardagin 1. desember. Hetta er eitt tiltak fyri øll , greiðir Michael frá. Surfing er vorðið rættiliga væl umtókt í norðurlendsku londunum, og hetta er ein roynd at fáa ítróttargreinini fótafesti í Føroyum, sigur Michael. Surfing verður á fyrsta sinna við í olympisku leikunum í 2020, sum verða hildnir í Japan. Hoyr inslagið her An Echo er eitt lag, sum Líggjas Olsen hevur skrivað og framført í bólkinum Frostfelt, sum umframt hann sjálvan telur Sakaris Emil Joensen. Hoyr Líggjas greiða frá, hvussu lagið an Echo varð til. Vanliga hevur Frostfelt eina elektroniska ljóðmynd, men An Echo brýtur frá á tann hátt, at lagið í stóran mun akkustiskt við klaveri, strúkarum og kórrøddum og sjálvandi eyðkendu melankolsku røddinini í Líggjasi. Umframt tað greiðir Líggjas frá, hvussu hann arbeiðir við tónleiki sum heild. Vit fara afturum tónleikin. Um vikuskiftið verða konsertir við Føroya Symfoniorkestri. Hetta er ein familjukonsert við jólatónleiki og øðrum kendum tónleiki umframt eitt nýtt stykki eftir Atla Petersen. Sum eitt kuriosum fer Gwendalyn Philbrow at spæla við orkestrinum sum solistur. Hon er av Toftum, spælir cello og gongur á Musikkskúla Miðnámi í Havn. Hoyr beinleiðis prát í vikuskiftissendingini við Gwendalyn og Bernhard Wilkinsson, sum stjórnar orkestrinum Tørvur er á einum størri átaki í føroysku fólkaskúlunum fyri at integrera børn, ið eru eru úr londum uttanfyri Evropa. Tað sigur Annbritt Toftegaard, skúlastjóri á Giljanesi, ið hevur eitt uppskot til eina royndarverkætlan. Skúlin á Giljanesi søkti Vága kommunu um stuðul til verkætlanina at integrera børn, men fyribils svarið er noktandi. Mentamálaráðið eigur uppgávuna, sigur borgarstjórin. Føroyskt grønmeti i gamla bygninginum hjá Bacalao í Havn. Í tvey ár hava nøkur eldhugað fólk arbeitt við dreyminum um at framleiða grønmeti til føroyska marknaðin. Og í morgin koma fyrstu vørurnar hjá fyritøkuni, NÆLA, á marknaðin. Málið er at fáa børn at hugsa um evnini, sum verða tikin upp í nýggja jólakalendaranum barnaútvarpinum. Tað sigur Elin á Rógvi, rithøvundur og leikstjóri. Kalendarin eitur Flytifuglar. Men hvørji evnini eru, er enn sera loyniligt. Tann fyrsti av teimum sekstan pørtunum av Flytifuglum verður sendur mánamorgunin 3. desember klokkan eitt korter til átta, tað vil siga klokkan 7.15. SEV situr ov tungt á føroyska el marknaðinum, og teirra serstøða er orsøkin til príshækkingina. Tað halda bæði stjórin í Magn og stjórin í Vindrøkt. Nevndin í SEV hevði eykaaðalfund fyrrapartin. Tað sigur Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu um klandurin í býráðnum í Runavík, nú Jonhard Danielsen er koyrdur úr meirilutanum. Hann vísir samstundis øllum ákærum aftur um, at hann sum borgarstjóri hevur tikið Jonhard Danielsen av ræði sum formann í teknisku nevnd. Meirilutin, sum nú eru 10 av 11 kommunustýrislimum, sigur orsøkina vera, at hann av órøttum hevur lagt harðliga eftir persónum í umsitingini. Í skrivi á Facebook í síðstu viku, skrivaði Jonhard Danielsen millum annað, at tað at tosa við umsitingina í kommununi er sum at tosa við stein. Jonhard Danielsen, sum var valdur á lista C, hevur verið formaður í teknisku nevnd hetta valskeiðið, men nú hann ikki er partur av meirilutanum longur, hevur Kristian Gaardbo tikið við formanssessinum. LES EISINI Nú var neyðugt at umskipa býráðið Ferjan Galaxy fer aftur at avloysa Smyril á Suðuroyarleiðini, tá Smyril skal í dokk í september komandi ár. Galaxy var eisini avloysaraskip í 2017, tá Smyrli var í dokk. Peningur er eisini settur av til miðstaðarøkið á Stakka og framhaldandi dagføring av spillivatnsskipanini, skrivar kommunan á heimasíðuni. Hoyr sendingina her Luttakarar, Edith Maria Samuelsen, Allan Enghamar, Randi Hjelm Debes, David Arge Klevland Petersen, Rani Nolsøe, Suni Merkistein, Niels Harald Mich lsen, Tina Grønbech Tausen Kommunan hevur sett 49,4 milliónir krónur av til íløgur. Eysturkommuna kemur við ársenda 2018 onga nettoskuld at hava, men ætlanin er at taka lán á 20 milliónir krónur kommandi ár. Tey í panelinum eru als ikki samd, tá tað snýr seg um eitt bræv frá einum manni, ið er so harmur um, at hann og konan ikki hava fingið børn. Hann heldur, at tey skulu kannast hjá læknanum fyri at finna útav, um nakað er galið, men konan sigur kortanei. Skal hann so fara frá henni, og finna sær eina, sum vil hava børn Í tvístøðuni verður spurt, hvat tú hevði gjørt, um ein handverkari bjóðaði tær ein lægri kostnað fyri eitt arbeiði, um tú vildi gjalda honum pengarnar svart, og so viðger sms spuringurin ábyrgdina tú hevur, um tú veitst, at ein vinkona ætlar sær at koyra heim eftir at hava drukkið til eitt jólaborðhald. Nú tað styttist til jóla boðar KFUK í Havn frá, at felagsskapurin aftur í ár fer at skipa fyri jólahaldi fyri tey, sum av einhvørjari orsøk eru einsamøll jólaaftan. Í Also eru spurningarnir frá einum manni, ið ynskir sær eina familju, og frá einari kvinnu, sum ikki vil at maðurin skal vera vinur við eina gamla flammu. Tvístøðan snýr seg um svart arbeiði. Vit hava vitjan av íslendska bólkinum Ylja Dætur, sum syngur live í gongini, áðren kappingin er á skránni, har jólasangir skulu gitast. Erling Fles, sálarfrøðingur, hugleiðir um eydnuna hjá tí einstaka, og Bergtórður Hjelm Bjarkhamar, prestur, er í útvarpsstovuni. Vertir eru Eyðfinn Jensen, Elin Michelsen, Sveinur Tróndarson og Elin í Stórustovu. Sunda kommuna taldi tilsamans 1.558 fólk 1. januar 2005. Síðan tá eru 243 fólk løgst afturat. Fólkatalið í Sunda kommunu er sostatt farið upp um 1.800. Vøksturin er 15,6 prosent. Sama tíðarskeið vaks fólkatalið í Føroyum 3,7 prosent. Gongdin í teimum ellivu bygdunum í Sunda kommunu hevur verið rættiliga ójøvn. Á Norðskála búðu 247 fólk í 2005. Nú eru 74 fólk fleiri á Norðskála. Sostatt er talið 321. Hesin vøksturin er 30 prosent. Í Hvalvík var fólkatalið 219 í 2005. Nú eru 36 fleiri, so at tað í dag búgva 255 fólk í Hvalvík. Hesin vøksturin er 16 prosent. Í grannabygdini, Streymnesi, er vøksturin sera stórur. Har búðu 198 fólk í 2005, og nú hevur Streymnes 311 íbúgvar, 113 fleiri enn í 2005. Framgongdin er 57 prosent. Eisini Oyrarbakki er munandi vaksin. Har búðu 105 fólk nú eru tey 170, altso 65 fleiri enn í 2005. Lutfalsliga er Oyrarbakki vaksin mest, nevniliga 62 prosent. Á Oyri fjølgaðust tey frá 137 til 175 í sama tíðarskeiði, og tað er 38 fólk fleiri, sum svara til 28 prosent. Beint sunnan fyri brúnna fækkast fólk. Lítla bygdin, Langasandur, slakar kortini ikki har búðu 36 fólk í 2005, og í dag eru tey trý fleiri. Men longri norðuri, í Haldórsvík, minkar manntalið. Har búðu 162 fólk í 2005. Nú eru tey 113, sum er 48 fólk færri. Hendan minkingin er 30 prosent. Og norðasta bygdin í Streymoynni, Tjørnuvík, er minkað við 20 prosentum. Har búðu 71 fólk í 2005. Nú eru tey 14 færri, altso 57. Hóast munandi fólkavøkstur í Sunda kommunu er broytingin avmarkað í stóru bygdini, Hósvík. Í 2005 búðu 297 fólk í Hósvík. Síðan er talið hækkað við 23, so nú eru hósvíkingarnir 320 í tali. Hesin vøksturin er átta prosent. Útjaðarin í Sunda kommunu, Gjógv fyri eystan og Saksun fyri vestan, minkar í stórum. Í 2005 búðu 54 fólk við Gjógv. Tað talið er minkað við 23, so nú búgva 31 fólk við Gjógv. Hendan minkingin er 43 prosent. Og Saksun hevði 32 fólk í 2005. Nú eru tey bara átta. Minkingin er 75 prosent. Tað merkist hjá løgregluni, at jólaborðhaldini eru byrjað. Løgreglan hevði í nátt og morgun úr at gera av fullum fólkum ymsastaðni í landinum, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn. Tað hevur verið rættiliga kalt í nátt, og tí hevur løgreglan tikið sær av fleiri fólkum, sum vóru dottin av í fyllskapi. Í tí eina førinum mátti eitt fólk koyrast til kanningar á Landssjúkrahúsinum. Boð vóru eisini eftir løgregluni tvær ferðir í nátt, tí fólk í Havn vóru farin til hendurs. Í tí eina førinum vóru tvær kvinnur farnar til hendurs tað málið endar kanska sum eitt harðskapsmál hjá løgregluni. Løgreglan varð í tveimum førum í nátt eisini boðsend til húsaófrið heima hjá fólki einaferð í Havn og einaferð í Suðri. Ein bilførari varð klokkan 3 30 í morgun tikin á klaksvíksleiðini fyri at koyra ávirkaður. Hóast tað var sera hált ymsastaðni í morgun, so hevði løgreglan ikki fingið nakra fráboðan um ferðsluóhapp. Onkur var kortini dottin í hálkuni, sigur John Martin Olsen, vakthavandi á politistøðini. Fyrrverandi amerikanski forsetin, George Herbert Walker Bush, sum doyði fyrradagin, fer til gravar hósdagin. Hann verður grivin í býnum, College Station, í Texas. Longu í morgin byrjar minningarhaldið um 41. amerikanska forsetan, sum bleiv 94 ára gamal og harvið landsins elsti fyrrverandi forseti nakrantíð. Frá seinnapartinum í morgin til mikumorgunin stendur gamli Bush undir børu á Capitol Hill í Washington D.C. Seinni mikudagin er minningargudstænasta í dómkirkjuni í høvuðsstaðnum. Mikudagur er almennur sorgardagur í USA, hava Hvítu húsini boðað frá. Kistan við George Bush skal eisini standa nakrar tímar í Houston, har fyrrverandi forsetin búði, áðrenn sjálv jarðarferðin verður í grannabýnum, College Station, hósdagin. Føroyar eru í bólki við millum annað Spania í EM undankappingini í fótbólti. Tað er greitt eftir lutakastið til EM undankappingina, sum var í Dublin í Írlandi fyri einum lítlum tíma síðan. Tilsamans seks lond eru í bólki F saman við Føroyum. Hini fimm londini, sum eru í bólki við Føroyum, eru Spania, Svøríki, Noreg, Rumenia og Malta. Dystirnir hjá Føroyum verða spældir frá mars til november næsta ár. EM kappingin í fótbólti verður spæld í juni og juli mánað í 2020. Hvítu húsini í USA boða í dag frá, at Donald Trump, forseti, og kinverski starvsbróðir hansara, Xi Jinping, ikki ætla sær at hækka handilstollin millum londini. Komandi 90 dagarnar fara teir báðir at royna at loysa ósemjuna, verður sagt. Tað var í gjárkvøldið, at teir báðir ótu døgurða saman í Buenos Aires í Argentina og tosaðu um handilsósemjuna millum londini bæði. Aftan á arbeiðsdøgurðan varð sagt, at Hvítu húsini ikki fara at krevja hægri toll av kinverskum vørum frá 1. januar, sum annars ætlað. Kortini hongur hóttanin við Klára vit ikki at semjast eftir 90 døgum, hækkar tollurin úr 10 í 25 prosent, ljóða boðini úr Hvítu húsunum. Handilsósemjan millum USA og Kina versnaði, tá ið Donald Trump fyrr í ár ásetti revsitoll fyri ávísar vørur úr Kina hetta fekk kinverjar at svara aftur við at áseta revsitoll fyri amerikanskar vørur. Eftir døgurðan í argentiska høvuðsstaðnum í gjár er greitt, at Kina longu nú fer at innflyta fleiri landbúnaðarvørur úr USA. Handilsósemjan seinasta hálva árið hevur nettupp havt við sær, at Kina keypir minni av soyabønum og øðrum amerikonskum landbúnaðarvørum. Eitt annað ítøkiligt úrslit eftir fundin millum Donald Trump og Xi Jingping er, at Kina beinanvegin lovar, at teir kinverjar, sum framleiða og útflyta fentanyl til USA, eiga at kunna fáa deyðarevsing. At slíkur heilvágur verður brúktur at rúsa seg við í USA ger, at alt fleiri misnýtarar doyggja. Fentanyl, sum er opiumslíki, er 50 ferðir sterkari enn heroin, og tað verður nógv framleitt í Kina. Vit høvdu ikki væntað, at so nógv fólk fóru at koma í biograf og hyggja at filminum, sigur Jákup Eli Jacobsen, stjóri í størsta biografinum í landinum. Undirtøkan fyri filminum um bretska rokkbólkin, Queen, hevur verið góð í Føroyum. Væl betri enn væntað varð frammanundan, sigur stjórin í Havnar Bio. Higartil hava umleið 4.000 fólk sæð Bohemian Rhapsody í Havnar Bio. Nú hevur filmurin verið vístur í skjótt fimm vikur, og verður fyribils vístur til 12. desember. Tað er ikki bara í Havn, at fólk hava víst filminum um rokkbólkin, Queen, stóran áhuga. Tað sama hava fólk í Klaksvík eisini gjørt, upplýsir Atlantis. Í Klaksvík vórðu 948 atgongumerki seld, tá filmurin Bohemian Rhapsody varð vístur har, upplýsir stjórin, Beinta Gregersen, fyri Kringvarpinum. Hesin filmurin er kortini ikki sæddur eins nógv og Barbara. Ikki færri enn 17.000 fólk sóu filmin hjá Nils Malmros, ið er mest sæddi filmur í Føroyum nakrantíð. Uppboðssølan, Christie s, í London hevur selt eina gamla fløsku av whisky fyri 1,2 milliónir pund, sum er stívliga 10 milliónir krónur. Í fløskuni, ið er av slagnum Macallan, er whisky frá 1926. Løgurin varð latin í fløskuna í 1986. Hesi 60 árini stóð brennivínið í gomlum sjerrikaggum á einum rúsdrekkavirki í landnyrðingspartinum av Skotlandi. Etikettan á fløskuni er serstøk, millum annað tí Peter Blake var við til at sniðgeva hana. Peter Blake gjørdi húsan til plátuna hjá the Beatles. Tá 2018 er av, hevur bilasølan í Føroyum sett met. Tað er longu greitt, hóast árið ikki er liðugt enn. Tað vísa tølini hjá Akstovuni fyri 11 teir fyrstu mánaðirnar í 2018. Higartil hevur Akstovan skrásett 2.010 nýggjar persónbilar í ár. Ongantíð fyrr eru so nógvir nýggir bilar seldir í Føroyum eftir bara einum ári, vísa nýggjastu tølini. Longu nú eru 200 fleiri nýggir bilar skrásettir í Føroyum enn alt árið í fjør, vísa nýggjastu tølivi. Alsamt fleiri nýggir bilar verða seldir í Føroyum. Í 2009 vórðu 697 nýggir bilar seldir í Føroyum. Sostatt er bilasølan í Føroyum trífaldað bara tey seinastu níggju árini, sæst í hagtalsgrunninum hjá Akstovuni. Meirilutin heldur ikki, at sami maður kann vera bæði borgarstjóri og løgtingslimur. Hann noyðist at velja annað starvið, heldur meirilutin. Men eftir, at minnilutin gjørdist meirilutin í býráðnum, hevur hann biðið um at fingið málið til nýggja viðgerð, men tað hevur meirilutin higartil ikki fingið. Kommunala eftirlitið hevur mint Kristin Michelsen á lógina um kommunustýri, sum sigur, at um borgarstjórin ber seg undan at fremja uppgávurnar, sum eru latnar honum at umsita, kann kommunustýrið tilnevna ein annan kommunustýrislim at røkja hansara uppgávur. Kommunustýrið kann í álvarsomum føri, ella tá borgarstjórin ferð eftir ferð ber seg undan at fremja uppgávur sínar, fyribils velja ein annan kommunustýrislim sum virkandi borgarstjóra, sigur lógin. Í dag er altjóða dagur hjá teimum, ið bera brek. Tað eru Sameindu Tjóðir, ið hava ásett henda dag. Dagurin er ein hátíðardagur hjá felagskapinum Megd, sigur Tóra við Keldu, forkvinna í felagnum. Tóra við Keldu, forkvinna í Megd, og Katrin Dagbjartsdóttir, ið ber brek, halda, at nógvir batar eru gjørdir á brekøkinum í Føroyum. Eitt nú verða sendingar fyri tunghoyrd tekstaðar, og harafturat er hugburðurin mótvegis teimum, ið bera brek, blivin betur. Dagurin verður somuleiðis eisini nýttir til at varpa ljós á viðurskifti, ið eiga at verða bøtt um. Eitt av hesum viðurskiftum er vernd hjá teimum, ið bera brek, tá verkfall rakar. Tað eru áleið fýra ár liðin, síðani ST heitti á Føroyar um at bera so í bandi, at breksáttmálin verður hildin so fólk, ið bera brek, ikki eru fyri mismuni. Megd boðaði frá tá, at mismunur kundi standast, tá verkfall rakar. Tá eru tað oftast tey veikastu, ið verða harðast rakt og tað áttu tey at verði vard fyri, heldur forkvinnan. Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, ið varðar av økinum, segdi vid útvarpi, tá verkfallid hjá pedagogunum var av, at hon fór at taka hetta upp. Hon segði soleiðis í januar í fjør. Men nú eitt ár er liðið síðani Eygðun Samuelsen, landsstýriskvinna, lovaði bót og bata, er einki blivið gjørt. Tað harmar Tóru við Keldu, forkvinnuna í Megd. Eyðun Joensen trívist væl í báti. Áhugin er frá barnaárunum við vánna í Klaksvík. Har hevði hann ein 100 ára gamlan bát. Hann og presturin Jóhan Nielsen fóru ein dagin at skjóta. Tað bleiv ein hættisligur túrur runt Kallsoynna. Eina ferð var hann niðri í Aberdeen við Skálabergi , og ein útróðrar túr var hann undir Føroyum við Pól Jakku á Dalinum. Eyðun tók prógv í realskúlanum í Klaksvík, men fór ikki víðari fyrsta árið. Hendan veturin var hann nakrar túrar við sluppini Fimm systrum. Tá Eyðun kom undan Íslandi summarið 1960, hevði mamman avgjørt, at hann skuldi niður at ganga á studentaskúla í Haslev. Eyðun Joensen fór í 1960 niður at ganga á studentaskúla í Haslev. Hetta var strangur kostskúli, har næmingarnir høvdu stutt tjóður. Men teir lærdu væl, og Eyðun fekk eitt gott prógv. Í 1963 64 var hann læraravikarur í Klaksvík. Hesa tíðina mentist ætlanin at lesa sálarfrøði. Hvat skalt tú so liva av, spurdi mamman. Eyðun fekk eitt býli í Istedgøtu í Keypmannahavn, til hann fekk innivist á Studentagarðinum. Sálarfrøðingarnir reistu seg í 1968 móti frálæruháttinum og vóru kjarni í ung dómsuppreistrinum í Danmark. Í 1970 fór Eyðun í starvspraktikk í sjúkrahúsverkinum. Tá kom rættilig gongd á hjá honum. Eyðun Joensen tók prógv í sálarfrøði ársskiftið 1972 73. Hann helt stóra kandidatveitslu, sum varð fíggjað av gomlu hýruni frá Fimm systrum . Í 1976 fekk hann starv á Læraraskúlanum og seinni fast starv á Landssjúkrahúsinum. Fleiri ár var hann formaður í Filmseftirlitinum, sum góðkendi ella vrakaði allar biograffilmar. Stórur munur er á hugburðinum mótvegis teimum sinnisveiku í dag, og tá tey komu aftur úr Danmark fyri 50 árum síðani, og nú eru sálarfrøðingarnir nógvir í tali. Hitaskipanin var uppi at koyra aftur í gjár, men so datt stýringin út í nátt, og bygningurin er ikki blivin heitur aftur, sigur Bogi Bech Jensen, sum tíðliga í morgun tók avgerð um at senda næmingar og lærarar heim. Tað er ikki í øllum stovum, at kuldin er ein trupulleiki, men heldur enn at avlýsa ávísar tímar í ávísum hølum, valdi rektarin at binda um heilan fingur og avlýsa alla skúlagongd. Sambært Boga Bech Jensen riggar hitaskipanin aftur, og tí verður skúlagongd aftur í morgin. Hósdagin komandi verður stórfingin konsert í Ólavskirkjuni í Kirkjubø, har bert tónleikur hjá Johann Sebastian Bach verður at hoyra. Hugskotið er komið frá Londonkirkjuni, har tey á hvørjum ári hava Bach in Candlelight. Ein av stigtakarunum, Johan Mortensen sigur, at kirkjan í Kirkjubø og umhvørvið annars við Múrinum og Roykstovuni, er sera vælhóskandi til júst hetta tiltak. Tey, ið spæla og syngja í ár, eru Birita Poulsen, sang, Ólavur Jakobsen, gittar og frásøgufólk, Jón Festirstein og Monika Stauss, violin, Jona Jacobsen, viola og Jens Chr. Guttesen, sello. Konsertin byrjar klokkan 19.30. Í útvarpsstovuni í morgun sang Birita Poulsen Eg standi tíni krubbu hjá, sum Hans Andrias Djurhuus hevur týtt til føroyskt. Guitarfylgispælið hevur Ólavur Jakobsen. Hoyr sendinga her Luttakarar, Petur Hans Dahl, Vera Bjørgvin, Sólrun Ziska, Ólavur Jakobsen, Jóhan Mortensen, Birita Poulsen, Tóra við Keldu, Katrin Dagbjartsdóttir, Jens Petur Brattalíð og Jógvan Skorheim Stjórnarrættarlig kreppa verður í Bretlandi, um ikki Theresa May, forsætisráðharri, almannakunngerð ta løgfrøðiligu ráðgeving, sum hon hevur fingið í sambandi við Brexit avtaluna. Forsætisráðharrin fekk drúgva løgfrøðiliga ráðgeving í sambandi við avtalu um Brexit, sum May gjørdi við ES, men sum enn ikki er samtykt í bretska undirhúsinum. Bretski ríkisákærin Geoffrey Cox fer væntandi at geva út eina minni útgávu av løgfrøðiligu ráðgevingini, hóast tinglimir úr øllum flokkum hava biðið um at síggja fullu útgávuna. Ein avmarkað útgáva virðir ikki avgerðina hjá undirhúsinum síðsta mánaða, um at øll løgfrøðilig ráðgeving til stjórnini skal leggjast fyri tingið. Hetta setur forsætisráðharran í eina sera trupla støðu. Sigur hon nei, verður hon noydd at skriva út nýval, sigur labour politikarin Barry Gardiner við BBC. Næmingar og lærarar møttu í morgun til ein ísakaldan skúla. Sambært rektara, Boga Bech Jensen, var tað hitaskipanin, sum ikki riggaði. Hitaskipanin var uppi at koyra aftur í gjár, men so datt stýringin út í nátt, og bygningurin hevur ikki nátt at blíva heitur aftur, sigur Bogi Bech Jensen, sum tíðliga í morgun tók avgerð um at senda næmingar og lærarar heim. Tað er ikki í øllum stovum, at kuldin er ein trupulleiki, men heldur enn at avlýsa ávísar tímar í ávísum hølum, valdi rektarin at binda um heilan fingur og avlýsa alla skúlagongd. Landsverk sigur í tíðindaskrivi, at Landsverk hevur verið í sambandi við veitaran, sum fer at gera alt fyri, at eitt slíkt brek ikki endurtekur seg. Í tíðindaskrivinum sæst eisini, at brekið onki hevur at gera við trupulleikarnar, ið annars eru á Glasi, sum eisini hava verið umrøddar í fjølmiðlunum seinastu vikurnar. Eisini stendur í tíðindaskrivinum, at alt arbeiði á Glasi liggur stilt í løtuni og fer at gera tað, til Løgtingið hevur samtykt eykajáttan, so verkætlanin kann halda fram og gerast liðug. Á triðja sinni í ár mælir løgreglan í Ísrael til, at Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri, verður ákærdur fyri svik og fyri at hava tikið móti mutri. Tað skrivar New York Times. Hesaferð snúgva ákærurnar seg um, at Netanyahu skal hava latið almennar tænastur til eitt fjølmiðlasamtak afturfyri at hava fingið rósandi umrøðu sum tøkk fyri tænasturnar. Verður niðurstøðan, at ákæra skal reisast, so verður tað fyrstu ferð, at eitt revsimál verður reist móti einum sitandi forsætisráðharra í Ísrael. Kona hansara, Sara Netanyahu, er í løtuni ákærd fyri at hava misnýtt almennar pengar til at hava fingið kendar kokkar at matgera í almenna sætinum hjá forsætisráðharranum, hóast har longu er ein alment løntur kokkur í starvi. Eg og onnur við politiskt ókorrektum meiningum krevja ikki, at tey, sum vit eru ósamd við, skulu tiga. Tvørturímóti. Eg eri sinnað til at kjakast nærsumhelst . M.a. soleiðis skrivar Stine Bosse, sum føroyingar best kenna sum nevndarforkvinnu í Bank Nordik, í blaðnum Ræson. Yvirskriftirn er Aftan fyri fíggjarlógina er eitt handrit, sum grundleggjandi broytir Danmark. Hetta er eitt knæfall fyri víðgongdum høgratankum . Stine Bosse fílist hvassliga á semjuna um donsku fíggjarlógina. Serliga at tann frammanundan lága integratiónshjálpin verður minkað við 2.000 krónum um mánaðin, umframt at kriminellir asylsøkjarar, sum hava fingið noktað sína umsókn, skulu sendast út á eina oyðna oyggj at verða. Millum okkum fara vit at hava fólk, hvørs útlit fyri einum lívi sum okkara, er slókt. Heilt slókt. Eingin grund at læra danskt, ganga í skúla, arbeiða seg fram í lívinum. Nei, tey allarveikastu í verðini, sum koma til eitt av heimsins ríkastu londum, skulu í veruleikanum verða á toldum uppihaldi 2.0 , skrivar Stine Bosse í Ræson. Hetta knæfallið fyri víðgongdum høgratankum eigur at gera allar fjepparar hjá Liga Nord ella Alternatife fur Deutschland grøn av øvundsjúku, sigur hon við blaðið Ræson. Eg og onnur við politiskt ókorrektum meiningum krevja ikki, at tey, sum vit eru ósamd við, skulu tiga. Tvørturímóti. Eg eri sinnað til at kjakast nærsumhelst, skrivar Stine Bosse. Tað sigur formaðurin í Fiskimannafelagnum, Jan Højgaard, nú ein bólkur við umboðum fyri vinnuna, Havstovuna og Fiskimálaráðið umrøður eina umsitingarætlan fyri fiskiskapin undir Føroyum. Hetta er fyrstu ferð, at ein høgravendur flokkur við nationalistiskari stevnuskrá situr í tinginum í Andalusia, síðan Franco var einaræðisharri í Spania í 70 árunum. Sambært BBC hava eygleiðarar væntað, at Spania er meira mótstøðuført fyri høgrarákinum enn onnur lond, orsaka av fríska minninum um tíðina undir fasistiska stýrinum hjá Franco. Foreldur eru góðtrúgvin um tað, sum børnini gera á netinum, sigur Hege Skar, sum er politiovasti í Vestfold nærhendis Oslo við norska kringvarpið. Børnini eru meira á Snapchat, Youtube og Skype tá ið tey eru um níggju ára gomul, og tá síggja vit fleiri dømi um, at tey taka nakinmyndir av sær og senda til hvønn annan, sigur Hege Skar. Hon er leiðari fyri deildina fyri kynslig brotsverk í Vestfold. Politiið tekur ofta mál upp, har vaksin hava lokkað ella hótt børn at senda sær myndir. Men nú er tað blivið meira vanligt, at børn tilvitað senda nakinmyndir. Hege Skar hevur eygleitt gongdina í eitt longri tíðarskeið og verður í dag ikki longur bilsin av at síggja mál um børn, sum senda tílíkar myndir. Meðan fjórða og fimtafloksnæmingar hava lættari við at síggja avleiðingarnar av sínum gerðum, so ger hetta seg ikki galdandi fyri yngstu netbrúkararnar. Tá ið børnini eru seks ella sjey ár, mugu vit gera okkum nógv betri ómak at greiða teimum frá, sigur leiðari í áhugafelagskapinum Barnevakten, Leif Gunnar Vik, við NRK. Samgongan missir meirlutan og fær 16 tinglimir, meðan andstøðan fær 17. Tað vísir nýggj veljarakanning, sum Gallup Føroyar hevur gjørt fyri Kringvarpið og Sosialin. Samanborið við valið í 2015 hava tveir andstøðuflokkar framgongd Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin. Allir hinir flokkarnir ganga aftur samanborið við seinasta valið. Býtið av nýggjastu veljarakanningini samanborið við valið í 2015 sær soleiðis út Býtið Munur Valið 2015 Fólkaflokkurin 23,7 4,8 18,9 Javnaðarflokkurin 22,9 2,2 25,1 Tjóðveldi 19,3 1,4 20,7 Sambandsflokkurin 19,0 0,3 18,7 Framsókn 6,7 0,2 6,9 Miðflokkurin 4,7 0,8 5,5 Sjálvstýri 3,6 0,4 4,0 Seinastu veljarakanningar hava allar víst, at Fólkaflokkurin var størstur, og soleiðis er eisini nú. Fólkaflokkurin er størstur við 23,7 prosentum og átta tinglimum, sum eru tveir tinglimir meira enn nú. Javnaðarflokkurin er næststørstur við 22,9 prosentum og somuleiðis við átta tinglimum, sum er tað sama, sum flokkurin fekk við seinasta val, tá Sonja Jógvansdóttir varð vald fyri flokkin. Á fjórðaplássi er Sambandsflokkurin við 19 prosentum og seks tinglimum, sum er sama tingmannatal sum við seinasta val, tá Magni Laksáfoss eisini varð valdur fyri Sambandsflokkin. Framsókn fær 6,7 prosent og tveir tinglimir sum í dag. Miðflokkurin fær 4,7 prosent og tveir tinglimir sum í dag. Og á aftasta plássi er Sjálvstýri við 3,6 prosentum og einum tinglimi, sum er ein tinglimur minni enn í dag. Býtið av sessum í nýggjastu kanningini samanborið við valið í 2015 er soleiðis Tingsessir Munur Valið 2015 Fólkaflokkurin 8 2 6 Javnaðarflokkurin 8 8 Tjóðveldi 6 1 7 Sambandsflokkurin 6 6 Framsókn 2 2 Miðflokkurin 2 2 Sjálvstýri 1 1 2 Myndin er sostatt tann, at Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin høvdu verið størstu flokkar, um val var nú, men at samgonguflokkarnir høvdu verið við undirlutan í tingmannatali, tí samgongan fær 16 og andstøðan 17 tinglimir. Kanningin er grundað á telefonsamrøður, sum vórðu gjørdar í tíðarskeiðinum 14. 28. november. 515 tilvildarliga vald fólk hava svarað. Um hvussu rættvísandi úrslitini eru, skrivar Gallup Føroyar Um tildømis 4,7 prosent av svarpersónunum hava svarað, at tey velja Miðflokkin, so eru sannlíkindini 95 prosent fyri, at millum 2,9 og 6,5 prosent gera tað . Sum nevnt stendur Fólkaflokkurin í nýggju Gallup Føroyar kanningini at fáa 23,7 prosent og átta tinglimir. Ein framgongd uppá 4,8 prosent sammett við seinasta løgtingsval. Í oktober gjørdi spyr.fo eina kanning fyri portal.fo. Hon vísti, at Fólkaflokkurin fekk nógv størstu undirtøkuna. Heili 27,5 prosent og níggju tinglimir. Í september gjørdi spyr.fo eisini eina, og hon vísti somuleiðis, at Fólkaflokkurin hevði verið størsti flokkur. Tá svaraðu 24,6 prosent, at tey høvdu valt Fólkaflokkin, um val var, og tað hevði givið flokkinum átta tinglimir. Í juli gjørdi Lóður eina meiningarkanning fyri Kringvarpið. Hon vísti, at Javnaðarflokkurin fekk ein dyggan undir vangan við bara 19,2 prosentum og seks tinglimum, sum eru tveir minni enn í dag. Í so máta er dagsins Gallup kanning góð tíðindi fyri løgmansflokkin, tí hon vísir, at hóast Javnaðarflokkurin gongur 2,2 prosent aftur, so varðveitir hann sínar átta tinglimir. Myndin er sostatt tann, at Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin høvdu verið størstu flokkar, um val var nú, men at samgonguflokkarnir høvdu verið við undirlutan í tingmannatali, tí samgongan fær 16 og andstøðan 17 tinglimir. Hvat skalt tú gera, um tú ert fyri harðskapi í tínum parlagi, og hvat merkir hetta fyri familjuna, eru tveir av spurningunum, ið vit seta sálarfrøðingunum Suna Poulsen og Katrinu Lindenskov Holm. Við í sendingini eru Janus Mohr, Vivi Wang, Jákup í Løðu, Ada Andreassen, Eddi Lauritsen , Steingrím Abrahamsen, Lisa Mikkelsen, Zacharis Zachariassen, Niclas Hansen, Jákup Jacobsen Keldujákup Í hesum sambandi skipar felagið Megd fyri framsýning í Norðurlandahúsinum, har ljós verður varpað á umstøðurnar hjá teimum, ið bera brek Hoyr Aksel V. Johannesen, formann í Javnaðarflokkinum, Jákup Mikkelsen, løgtingsmann fyri Fólkaflokkin, og Høgna Hoydal, formann í Tjóðveldi gera viðmerkingar til kanningina. Hundraðtals milliónir í íløgum í Gomlurætt fara fyri skeytið, um P f Eysturoyar og Sandoyartunlar heldur fast við tunnilsmunnan í Gomlurætt, sum verður við havnarøkið. Men ein íløga uppá 20 milliónir krónur kann bjarga Gomlurætt, um linjuføringin fyri tunnilin verður løgd sum upprunaliga ætlað, sigur Annika Olsen, borgarstjóri. Fakfólk hjá kommununi og hjá Landsverki tykjast samd um, at verandi loysn ikki er tann besta loysnin. Hon eigur tí at vera endurskoðað, sigur Annika Olsen. Tórshavnar kommuna vil, at kommunan sleppur at ráða yvir havnarøkinum á Gomlurætt, eins og fyridømi eru um í øðrum kommunum, har undirsjóvartunlar hava avloyst sjóvegis sambandið. Kommunan vildi varðveita økið sum havnarøki, tí Gamlarætt er einasta havnarøki í kommununi, sum vendir vestureftir móti Koltri og Hesti. Umhvørvisstovan mælir til at brúka tíðina til arbeiðið uppá Sandoyartunnilin byrjar til at finna eina semju um tunnilsmunnan á Gomlurætt og um havnarøkið og staðfesta semjuna í serstakari byggisamtykt fyri økið. P f Eysturoyar og Sandoyartunlar hevur tó ongar ætlanir um at flyta tunnilsmunnan burtur frá havnarlagnum á Gomlurætt, segði Teitur Samuelsen, stjóri í partafelagnum, í fjør heyst eftir samtyktina í býráðnum í Tórshavnar kommunu. Felagið sigur, at tað er klárt at fara undir at seta upp vindmyllur í Hoyvíkshaganum. Vindrøkt hevur gjørt avtalu við bóndan har um lendið, sum er landsjørð. Umhvørvisstovan sigur, at arbeitt verður við at fáa viðurskiftini broytt, so til ber at gera útboð, so øll hava møguleika at bjóða. Enn er ikki komið á mál við hesum arbeiðinum, og nú er so langt útliðið, at ikki kann væntast, at vindmyllur koma upp í Hoyvíkshaganum fyrr enn í fyrsta lagi í 2020, sigur Umhvørvisstovan. Sambært elveitingarlógini hevur orkumyndugleikin ábyrgdina av at bjóða nýggja vindorku út og hevur eisini ábyrgdina av, at kapping er um øll nýggj útboð. Økið er hóskandi til eina vindmyllulund við seks myllum, sum eru trý megawatt hvør. Men júst í hesum haganum hava partafelagið Vindrøkt og festarin gjørt eina avtalu, sum ger, at Umhvørvisstovan ikki hevur havt møguleika at gera útboð har, sigur Umhvørvisstovan. Tað segði Sir David Attenborough, sum serliga er kendur fyri náttúrufilmar á BBC, á fyrsta fundinum á ST veðurlagsráðstevnuni í Póllandi í gjár. Veðurlagsbroytingarnar eru størsta hóttan í fleiri túsund ár. Gera vit einki, kann tað gera enda á heimssamfelagnum, sum vit kenna tað, og á stórum pørtum av náttúruni, segði Attenborough. Men tað var ikki bara vanlukka og vónloysi at hoyra frá 92 ára gamla dokumentaristinum, sum var bjartskygdur um samstarvið millum Sameindu Tjóðirnar. ST veitir ein pall at gera nakað við avbjóðingina. Paris avtalan frá desember í 2015, sum er størsta stigið, sum heimsins lond saman hava tikið ímóti veðurlagsbroytingum, prógvar, at vit kunnu broyta gongdina, segði hann. Gina Haspel, sum CIA ovastin eitur, skuldi siga leiðarum í senatinum frá hendingini í síðstu viku, men hon møtti ikki upp, og tað fekk øði í fleiri politikarar. Amerikanskir miðlar hava sagt, at CIA hevur gjørt niðurstøðu um, at tað sannlíkt var sjálvur krúnprinsur Mohammed bin Salman í Saudiarabia, sum hevur givið boðini um, at Khashoggi skuldi takast av døgum. Saudiskir myndugleikar hava skuldsett 11 fólk fyri drápið, men nokta fyri, at krúnprinsurin skal hava havt nakað við hendingina at gera. Sambært amerikonsku miðlafrásagnunum hevur CIA prógv fyri, at krúnprinsurin samskifti við Saud al Qahtani, sum skal hava staðið á odda fyri drápinum. Men Mike Pompeo, uttanríkisráðharri, og James Mattis, hernaðarmálaráðharri, søgdu senatorum frá í síðstu viku, at einki beinleiðis prógv er fyri, at krúnprinsurin var uppíblandaður. Enn hevur CIA ikki havt viðmerkingar til hendingina, men sambært amerikonskum miðlum ilskast CIA ovastin, Gina Haspel, um, at miðlar og politikarar onkursvegna hava fingið upplýsingar frá CIA. Jamal Khashoggi var víðagitin saudiskur journalistur. Hann segði millum annað frá soviettisku innrásini í Afghanistan í 1979 og um Osama bin Laden í fleiri saudiskum tíðindastovnum. Men hann kom í ónáð og fór í útlegd í USA í fjør. Haðani skrivaði hann kritiskar greinar um krúnprins bin Salman í blaðnum Washington Post. Í tíggju ár á rað hevur antin portugisiski Christiano Ronaldo ella argentinski Lionel Messi fingið heiðurin at vera kosin heimsins besti fótbóltsspælari. Men vinnarin í ár er kroatiski Luka Modric. Tað var greitt í gjárskvøldið á hátíðarhaldi í Paris, har 30 leikarar vóru uppstillaðir. Norska Ada Hegerberg varð kosin besti kvinnuligi leikari í 2018 og 19 ára gamli fraklendingurin Kylian Mbappe var kosin besti leikari hjá monnum undir 21 ár. Beinta M. Pedersen, forkvinna í KRIS, fegnast um góðu karmarnar í nýggja húsinum. KRIS leigar húsið, sum grunnurin hjá KRIS hevur keypt. Hetta er ein dreymur, ið er blivin veruleiki. Eftirspurningurin eftir at ganga í sjálvhjálparbólki hjá KRIS er stórur, sigur forkvinnan. Dugir tú at twerka Tann spurningin skuldi Ada Hederberg leggja oyra til, beint eftir at hon hevði tikið ímóti Ballon d or virðislønini, sum hevur verið handað heimsins besta fótbóltsleikara hjá monnum í nógv ár. Norska Ada Hederberg var í gjárkvøldið fyrsta kvinna, ið vann Ballon d or virðislønina. Men tað vakti stóran ans, tá ið Hederberg varð spurd, um hon kundi gera ein lítlan dans, eitt sonevnt twerk, eftir at hon hevði fingið virðislønina. Hederberg var sjónliga illa við, tá ið hon fekk spurningin frá franska plátuvendarinum, Martin Solveig. Hederberg svaraði stutt nei , og síðani fór fótbóltsspælarin av pallinum. Hon kom tó upp aftur á pallin seinni, eftir at fleiri heittu á hana um at fullfíggja takkartaluna, skrivar danska kringvarpið. Hetta er ein endurspegling av tí manglandi javnstøðuni, sum enn ger seg galdandi í ítrótti, hava fleiri viðmerkt millum onnur skotski tennisleikarin Andy Murray. Hjá monnum vann kroatiski Luka Modric, eftir at teir báðir Christiano Ronaldo úr Portugal og Lionel Messi úr Argentina hava skiftst um at vunnið í tíggju ár á rað. Jean Claude Arnault var í miðdeplinum um kynsligan ágang í gøluni í Svenska Akademiinum fyri Nobelheiðurslønina í bókmentum. Hann varð í oktober dømdur tvey ára fongsulsrevsing fyri neyðtøku. Arnault, sum er 72 ára gamal, varð ákærdur fyri tvær neyðtøkur í Stokkhólmi móti somu kvinnu, men hann varð bara dømdur fyri aðra. Gølan fekk fyrr í ár svenska akademiið at avlýsa bókmentaheiðurslønina hjá Nobel í ár, og fleiri limir í akademiinum hava eisini sagt sín sess frá sær. Men tað er ein góður mánaður, síðani tingið hevði fyrstu viðgerð av málinum, og enn er onki álit komið úr Fíggjarnevndini, men tað verður also ætlandi seinnapartin, sambært forkvinnuni í fíggjarnevndini. Í hesari reportaguni av havnalagnum í Klaksvík, hitta vit Kára Klettskað i Kongsstovu, ið er skipari og reiðari á útróðrarbátinum Kallanesi, vit tosa við kranføraran Sjúrð Josephsen, egnararnar Mogens Højsted, Hans Niclasen og Søren Djurhuus, ið egna hjá Norðsøka, og Klávus Bjartalíð, ið er heimamaður og formaður hjá Líðhamri. Tú kanst hoyra frásøgnina her Tveir nevndarlimir í Fiskimannafelagnum, Jan Højgaard, formaður, og Axel Hansen, nevndarlimur, stilla upp til formansvalið í Fiskimannafelagnum. Eingin byggisamtykt er fyri Hest, men Tórshavnar kommuna hevur gjørt eitt uppskot um bygggisamtykt, sum varð lagt fram á borgarafundi í Hesti í gjár. Vælkomin til útvarpsleikin Flytifuglar, sum er jólakalendarasøgan hjá Barnaútvarpinum 2018. Vit eru nú komin til 3. part. Vit byrjaðu søguna við einum biltúri til Vestmannar, síðani fóru vit 25 ár aftur í tíðina, tá ið kreppa var í Føroyum og Jóannes og familja hansara stongdu hurðina og fóru avstað tey flýddu av landinum. Vit hoyrdu um frensin Emil, sum ikki slapp við bátinum til Danmarkar. Eisini hoyrdu vit, at Jóannes letst sova, tá ið hann hoyrir foreldrini tosa í kahyttuni, hann hoyrir pápan siga, at tey fara ikki heimaftur. Tá ið 3. partur byrjar í dag, so eru vit aftur í nútíðini. Lurtið eftir jólakalendaraleikinum Flytifuglar, sum Elin á Rógvi skrivaði. Niclas Johannesen er tónasmiður, Finnur Hansen hevur framleitt tónleikin og Høgni Fagraberg hevur gjørt ljóðmyndina. Tað er bara at loysa og fara út, tá ið hugurin og veðrið eru til tað. Eg fari, har eg vil, og eg eri úti so leingi, sum eg vil. Tað er eitt deiligt lív í so máta. Hetta er tað nærmasta tú kemur. Carl August Arge hevur burturav róð út í 10 ár. Hann roynir bara við snellu, og tí er hann ikki bundin at øðrum. Hann letur sera væl at fiskiskapinum í løtuni. Hann fær einamest tosk fyri tíðina, og toskurin er góður. Carl August selur meginpartin til uppboðssøluna, men so hevur hann eisini fast pláss á torginum í Vágsbotni. Fólk eru glað fyri, at tey kunnu keypa ymsar vørur beinleiðis. Tey vita, at hetta er dygd, og tí er tað ein frægd at síggja, hvussu glað tey eru, sigur Carl August Arge. Hoyr alt innslagið, sum er við í tematýsdegnum 4. desember í Nón um útróður. Bretar kunnu steðga Brexit. Soleiðis sigur embætismaðurin Manuel Campos Sanchez Bordona vegna ES dómstólin í svari til nakrar skotskar advokatar. Dómstólurin hevur fyri fyrst sent eitt svar, sum ljóðar, at hetta er møguligt við tí fyrivarni, at dómstólurin noyðist at kanna málið nærri, áðrenn endaligt svar kann gevast. Svarið frá ES dómstólinum kemur samstundis, sum bretska undirhúsið skal kjakast um Brexit avtaluna hjá Theresu May fyri síðani at atkvøða um avtaluna týsdagin komandi viku. Sanchez Bordona sigur í skrivligari viðmerking, at hevur eitt land tikið avgerð um at fara úr ES, so eigur tað eisini at hava møguleika at broyta hugsan í tvey ára langa tíðarskeiðnum frá tí, at artikul 50 í ES sáttmálanum er aktiveraður, og til landið endaliga er limað úr felagsskapinum. Spurningurin um Bretland kann hálsa um hevur fyrr verið uppi og vent síðan fólkaatkvøðuna í 2016, tá ið bretar atkvøddu fyri at fara úr ES. Men hann hevur fingið vind í seglini seinastu vikurnar. Í Bretlandi eru tað tey, sum halda, at umstøðurnar eru so nógv broyttar síðan fólkaatkvøðuna, at bretska fólkið eigur at vera spurt einaferð enn. Tey, sum taka undir við Brexit, finnast at ES dómstólinum fyri at koma við viðmerkingini nú. Hetta er at blanda seg upp í ein spurning, sum skal svarast í Bretlandi, halda tey. Í sendingini hoyra vit um, hví David ikki slappa at byggja templi til sáttmálaørkina, um Bathshebu, hví tað eitur ein Urias postur og um son Davids, Absalon. Málið segist annars at hava skund, og ti víkti løgtingið frá øllum freistum fyri at viðgera málið. Men uppskotið hevur skjótt ligið ein mána í fíggjarnevndini uttan at álit er komið frá nevndini. Ruth Vang, forkvinna, ætlaði annars, at álitið úr nevndini skuldi leggjast fram seinnapartin. Men nú sigur Ruth Vang, at álitið kemur ikki í dag, tí tað er okkurt tekniskt ivamál. Tá freistin var úti á midnátt mánadagin 3. desember, vóru 28 filmar meldaðir til Filmskvøldið. Ongantíð fyrr hava so nógvir filmar luttikið. 28 stuttfilmar fara sostatt at kappast um Geytan og Áskoðaravirðislønina, tá Filmskvøldið fer av bakkastokki tann 23. februar 2019. Kravið til ein stuttfilm er, at hann ikki eru longri enn 30 minuttir. Ein stuttfilmur kann vera spælifilmur, listafilmur, tónleikafilmur, heimildarfilmur ella annað, tó ikki lýsingarfilmur. Útróður er tema í Nón. Men hvat er útróður og ein útróðrarbátur Hvussu nógv rógva út í dag Hvat og hvar verður fiskað Hvussu hevur gongdin í fiskastovnunum verið seinastu 50 árini, og hví er fiskivinna og serfrøðingar sjálvdan samdir um, hvør fiskivinnuskipan skal verða galdandi í Føroyum Tað hava vit tosa við millum annað Petur Steingrund, fiskafrøðing og deildarleiðara á Havstovuni um, so ert tú landkrabbi, og ivast í hesum spurningum, er at lurta Í Føroyum hevur útróðurin havt stóran týdning, bæði búskaparliga og mentanarliga, og fleiri minnast allar útróðrarbátarnar í alskyns litum og sniðum, og alla ta livandi mentan, ið var við havnalagið, tá bátarnir landaðu og stamparnir skuldu egnast. Men hvat er so dragandi við at rógva út í dag Henda spurningin seta vit Carl August Arge, niðri við fiskatorgið í Vágsbotni í Havn. Tað hevur hildnast væl hjá útróðrarflotanum farnu mánaðirnar. Vit fregnast um vísindaliga partin, tá vit hitta Petur Steingrund, deildarleiðara og fiskifrøðing ph.d., á Havstovuni. Útróðurin hevur havt stóran týdning, men nær tekur útróðurin seg upp og eru øki, har útróðurin hevur havt serligan týdning Hesar og aðrar spurningar seta vit Jóan Paula Joensen, professara. Klaksvík hevur verið eitt av stóru útróðrarplássunum í Føroyum, men hvussu er støðan í dag Vit hava verið við havnalagið í Klaksvík, har vit hittu skiparan og reiðaran á Kallanesi, Kára í Kongsstovu. Eisini tosa vit við kranføraran Sjúrð Josephsen, egnararnar Mogens Højsted, Hans Niclasen og Søren Djurhuus, og heimaformannin á Líðhamri, Klávus Bjartalið. Í sekstiárinum skrivar Føroya Landsstýri út kapping um at menna ein nýmótans føroyskan útróðrarbát. Vit hava spurt Óla Olsen, um hvønn týdning henda kappingin fekk fyri føroyska útróðrarflotan. Við atgerðum og nógvum dramatikki skipaði Meginfelag Útróðrarmanna á sumri í 1975 fyri sonevnda útróðrarverkfallinum. Vit hava verið í søgusavni kringvarpsins. Hví fara ungir menn at rógva út Vit fregnast hjá skiparanumn umborð á Stakkavík, Andru Poulsen. Pauli Trond Petersen, tingmaður, hevur mist tolið, og hevur heitt á løgtingsformannin um at seta á skrá at fáa uppskotið um bíligari streymprísir til eitt núhitapumur og el bilar atkvøtt úr rættarnevndini. Samferðslumálaráðið hevur í dag sent Landsverki 53 spurningar, har ráðið biðið stovnin um at útgreina sín leiklut í byggingini av skúladeplinum i Marknagili í Havn. Guðrið Højgaard, stjóri á Visit Faroe Islands, er fyrsti føroyingur á einum yvirliti við fólki í Evropa, sum hava stóra ávirkan politiskt, mentanarliga og vinnuliga. Fleiri lond menna framvegis førleikar til at fremja oyðileggjandi teldu álop, sum kunnu brúkast sum politisk reiðskað móti øðrum londum, sigur Lars Findsen, stjóri fyri fregnartænastuna hjá donsku verjuni í frágreiðingini. Samstundis síggja vit Russland, har týdningarmesta uttanríkis og trygdarpolitisku málið er at vera javnmett stórveldi við USA, og at økja um trygdina í øllum landspørtum í fyrrverandi sovjetska økinum, sigur Lars Findsen. Hóttanin frá islamistiskum yvirgangi móti Vesturheiminum er framvegis álvarslig, og Isil og Al Keida hava framvegis sum mál at fremja yvirgangsatsóknir, sigur Lars Findsen. Í metingini um vandar, verður dentur lagdur á teldu hóttanir, politiska og hernaðarliga virksemið hjá Russlandi, og yvirgangshóttanir móti Vesturheiminum. Samanborið við í fjør, er størri dentur nú lagdur á Russland og Arktis, serliga russisku átøkini fyri at ávirka Vesturheimin og Russland, sum økir um hernaðarliga virksemi sítt í vesturpartinum av landinum og í Arktis. Eisini Kina stendur ovarlaga á listanum yvir hóttanir, stendur millum annað í ársfrágreiðingini frá fregnartænastuni hjá donsku verjuni. Føroysk skip kunnu fiska 1.325 tons av toski, 475 tons av brosmu, 325 tons av svartkalva og royndarkvotan eftir krabba við Eysturgrønland er framvegis 500 tons. Vísindaliga tilmælið er, at toskakvotan við Eysturgrønlandi eigur at minka, og eisini er semja millum strandarlondini um at minka svartkjaftakvotuna í 2019. Sigert Patursson, bóndi í Hoyvík, hevur kært Búnaðarstovuna til Fiskimálaráðið, tí Búnaðarstovan ætlar at taka aftur tilsøgn, sum hann fekk í 2005, um at fara undir vindorku. Tað skal gerast frá 1. mai í 2019. Tað er eingin orsøk til tað, tí ætlanin hevur verið greið frá byrjan, og Sigert Patursson hevur saman við partafelagnum Vindrøkt gjørt klárt til at seta vindmyllurnar upp í Hoyvíkshaganum. Í skrivi boðaði Umhvørvisstovan mánadagin frá, at seinastu tvey árini hevur økið í Hoyvíkshaganum verið tøkt at gera útboð á. Talan er um 6 vindmyllur upp á tilsamans 18 megawatt. Lagt verður afturat, at arbeitt verður við at fáa viðurskiftini broytt, so til ber at gera útboð, sum øll hava møguleika at bjóða uppá. Enn er ikki komið á mál, og væntast kann ikki, at vindmyllur koma upp í Hoyvíkshaganum fyrr enn í fyrsta lagi í 2020. Sigert Patursson veit ikki, hvat hendir, um tilsøgnin verður tikin aftur, men hann vónar, at málið verður avgreitt skjótt, so farast kann undir at seta vindmyllurnar upp í Hoyvíkshaganum. Aðalstjórin í Fiskimálaráðnum, Rógvi Reinert, váttar fyri Kringvarpinum, at ein klaga er komin til ráðið, men hann vil heldur ikki gera viðmerking til klaguna, sum verður viðgjørd í Fiskimálaráðnum, sum er kærustovnur í slíkum málum. Bú og heimatænasta sendi í september skriv til løgmann um at fáa eina serskipan fyri eldraøkið í Suðuroynni, tí tey fáa tað ikki at mæla runt fíggjarliga. 23. november svarar løgmaður Bú og heimatænastuni. Løgmaður sigur, at landsstýrið enn einaferð hevur hugt nærri at viðurskiftinum og hvørja ávirkan útleggingin av eldraøkinum hevur havt á fíggjarstøðuna í oynni. Inntøkugrundarlagið í Suðuroynni er lægri enn aðrastaðni í landinum, men at hetta ikki kemst av, at eldraøkið varð flutt út til kommunurnar. Tvørturímóti er tað okkara fatan, at tað í Suðuroynni er ein greiður samanhangur millum lutfallið av útluting úr landskassanum og lutfallið av íbúgvum 67 ár og eldri í Suðuroynni í mun til alt landið . Dennis Holm, sum er nýggjur formaður í stýrinum fyri Bú og heimatæanastuna í Suðuroynni, vil ikki gera viðmerkingar til málið, tí stýrið fer at viðgera málið á fundi í dag. Løgtingið skal á fundinum í dag atkvøða um uppskotið hjá Paula Trond Petersen í Tjóðveldi um at fáa uppskotið hjá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, um bíligari streymprísir til hitapumpur og el bilar atkvøtt úr Rættarnevndini, hóast nevndin ikki hevur skrivað álit um uppskotið. Hon sigur, at er álit ikki lagt fram innan frestina, sum er ein mánaður, er tingfólki heimilað skrivliga at krevja, at formaðurin setir spurningin til atkvøðugreiðslu, um tingviðgerðin skal halda fram, hóast einki álit er latið. Sirið Stenberg legði fram uppskotið 25.september, og Rættarnevndin hevur havt tað síðani 23.oktober. Nevndin hevur ikki biðið um longda freist at skriva álit. Men málið verður verandi í Rættarnevndini, tí løgtingið feldi uppskotið um at taka málið úr nevndini. Uppskotið fekk 9 atkvøður fyri og 16 móti. Í gjárkvøldið samtykti Tvøroyrar Býráð fíggjarætlanina fyri 2019. Tað hevur millum annað við sær, at skattaprosentið á Tvøroyri lækkar við einum prosentstigi næsta ár úr 21,9 niður í 20,9 prosent. Barnafrádrátturin verður óbroyttur, 7000 krónur fyri hvørt barnið. Tvøroyrar Býráð er samt um at lækka skattin niður í 20,9 prosent næsta ár, og semja er eisini um barnafrádráttin og rakstrarútreiðslurnar. Meirilutin í Tvøroyrar Býráð mælir til at gera íløgur fyri 31,4 milliónir krónur næsta ár, og tað uppskotið varð samtykt á býráðsfundinum í gjárkvøldi. Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, sigur, at við verandi tilmælingar mannagongd hevur verið trupult at fáa nóg góð tilmæli um limir í Búskaparráðið. Oljan fer at kosta SEV 65 milliónir krónur meira næsta ár enn hon gjørdi í 2016, tá oljuprísurin var tann lægsti í nógv ár, og góðar tíggju milliónir meira enn í ár. Prísurin fyri streym hjá húsarhaldunum verður tann sami næsta ár, sum hann var árini 2013 til 2016, 1 krónur og 89 fyri kilowatttíman. Og hon kann fara heilt upp í 2,4 milliardir krónur í 2025, sigur Elveitingareftirlitið, sum tekur undir við, at skuldin hjá SEV ikki kann vera størri enn seks ferðir rakstrarinntøkuna hjá felagnum fyri rentur og avskrivingar. Elveitingareftirlitið sigur, at kapping um vindorkuna kann hava positiva ávirkan á elveitingina, um onnur enn SEV kunnu bjóða seg fram við kappingarførum prísum. Mikudagin í síðstu viku, hin 28. november, boðaði Samferðslumálaráðið frá, at landsstýrismaðurin vildi hava alt byggimálið kannað. Sambært Samferðslumálaráðnum er endamálið við gjøgnumgongdini og svarunum upp á spurningarnar í fyrstu atløgu at fáa eina mynd av leiklutinum hjá Landsverki í samband við verkætlanina Glasir. Tá ið frágreiðingin er liðug, fer Samferðslumálaráðið at viðgera hana og at gera niðurstøður um, ella hvussu farast skal víðari við málinum, og møguliga meta nærri um, hvussu almennar byggiverkætlanir frameftir kunnu verða betri skipaðar og stýrdar. Í innganginum til teir 53 spurningarnar til Landsverk sigur Samferðslumálaráðið, at Mentamálaráðið eigur Glasir. Hóast Samferðslumálaráðið ikki hevur myndugleika at kanna onnur aðalráð, so eru tó nakrir spurningar um viðurskifti í Mentamálaráðnum. Hetta tí, at tað er sera týðandi at fáa rættvísandi mynd av málinum, og at samstarvið, samskiftið og kunningin ímillum Landsverk og Mentamálaráðið verður lýst, skrivar Samferðslurmálaráðið millum annað. Ein kanning hjá Tryggingareftirlitinum vísir, at miðal avkastið frá 2011 til 2016 er sjey prosent í Danmark, men 4,2 prosent í Føroyum. Talan er um 3,7 milliónir krónur á muni, tá roknað er við uppsparing í 40 ár, 3,4 milliónir krónur í Føroyum og meira enn tað dupulta, 7,1 milliónir krónur í Danmark. Tó er lutfalsliga stórur munur á miðal íløguavkastinum hjá teimum einstøku føroysku feløgunum, tí feløgini hava ymiskan íløguprofil. Tað er týðandi, at feløgini støðugt hugsa gjølla um teirra íløgupolitikk, so tey liva upp til ábyrgdina at veita eftirlønarsamanspararunum mest møguligt avkast í mun til váðan, sigur Jógvan Thomsen, stjóri á Tryggingareftirlitinum. Eg vóni, at kanningin kann vera við til at skapa gjøgnumskygni á marknaðinum, sum kann vera við til at betra um vitanina hjá eftirlønarsamanspararunum um egnar eftirlønarskipanir. Tryggingareftirlitið fer at arbeiða fyri størri gjøgnumskygni, soleiðis at eftirlønarsamanspararnir fáa viðkomandi og eins upplýsingar, sum eisini kunnu nýtast til at samanbera avkast og kostnað hjá teimum einstøku feløgunum, sigur Jógvan Thomsen. Marna Jacobsen, forkvinna í Demokratia, heldur at tað er meira demokratiskt, um størri javnstøða er á vallistunum. Hon heitir á flokkarnar um at hugsa meira um at fáa kvinnur á vallistarnar til komandi løgtingsval. Demokratia hevur kannað, hvør orsøkin er, at færri kvinnur enn menn stilla upp. Ein av orsøkunum var, at kvinnur í størri mun kenna seg noyddar at vera um børnini. Ein onnur orsøk er, at kvinnur tora verri í mun til menninir. Gongdin er annars broytt seinastu 20 árini. Talið av kvinnum, ið stilla upp er hækkandi og var tað fram til løgtingsvalið í 2011. Tá vóru tað 35 av teimum uppstillaðu, ið vóru kvinnur. Á løgtingsvalinum í 2015 minkaði talið. Tá vóru tað samanlagt 28 kvinnur, ið stillaðu upp. Samanlagt vóru 28 av teimum, ið stillaðu upp til Løgtingsvalið 2015, kvinnur. Flokkurin, ið hevði flest kvinnur á listanum var Framsókn, ið hevði 50 kvinnur á listanum. Sjálvstýri er tann flokkurin, ið hevði fægst kvinnur, har 12 av valevnunum vóru kvinnur. Báðir eru samdir um, at tað hevur týdning, at kvinnur eru umboðaðar á listanum. Teir eru tó ikki á einum máli um, at tað er trupult at fáa tær á listan. Formaðurin í Framsókn upplivir ikki, at tað er trupult, meðan formaðurin í Sjálvstýrinum heldur tað vera trupult. Teir halda báðir, at javnstøða eisini snýr seg um onnur viðurskifti, so sum býtið millum aldur og bygd og bý. Formaðurin í Framsókn nenvir eitt nú, at Framsókn átti at havt meiri javnstøðu millum bygd og bý. Hoyr sendingina her Luttakarar, Sigrid Olsen, Marna Jacobsen, Poul Michelsen, Jógvan Skorheim, Helgi Michelsen og Sigrið Sivertsen Tað er ikki óhugsandi, at hann skal avloysa miðvallaran Binna Hloðversson, sum framvegis ikki hevur undirskrivað nýggjan sáttmála við HB. Við at telja áringarnar í træsprekunum av Eyðansstovuskipinum, og sammeta teir við tilfar í einum kunningardátugrunni, ber til at tíðarfesta, at viðurin er feldur í Niedersachsen við Elbeánna í tíðarskeiðnum 1632 til 1638. Helgi Michelsen, fornfrøðingur greiðir frá, at í grein, sum Jens Christian Svabo hevur skrivað umleið 1780, stendur, at skip strandaði í Sandavági umleið hálvtannaðhundrað ár frammanundan, og hetta kann passa væl við Eyðansstovuskiipið. Samferðslumálaráðið heldur ikki, at sami maður, sum hevur ábyrgd av eftirlitinum, er í nevndini hjá felagnum, sum hann hevur eftirlit við. Seinasti, sum var til arbeiðis í bygninginum, fór heim um sekstíðina í gjárkvøldið, og innbrotið varð staðfest um 8 tíðina í morgun. Løgreglan heitur tí á fólk um at siga frá, um tey hava sæð nakað í økinum frá Demich og úteftir gamla Velbastaðvegnum, sum kann hava samband við innbrotið í nátt. Fíggjarnevndin er loksins liðug at skriva álit í málinum, og breiður meiriluti í nevndini mælir til at játta landsstýriskvinnuni í mentamálum teir pengar, hon biður um. 6. november bað Rigmor Dam um 18,7 milliónir krónur afturat til skúladepilin, men síðani eru fleiri eykarokningar komnar afturat, soleiðis at landsstýriskvinnan nú biður fíggjarnevndina um at játta 28,4 milliónir afturat beinanvegin. Ruth Vang, Pauli Trond Petersen, Kristin Michelsen, Bárður Nielsen, Bill Justinussen og Helena Dam á Neystabø taka undir við at játta pengarnar. Meirilutin staðfestir í sínum áliti, at hóast umbønin um eykajáttan er vaksin munandi undir viðgerðini, so er tað kortini ikki eydnast Fíggjarnevndini at fáa vissu fyri, hvat endaligu útreiðslurnar verða fyri skúladepilin í Marknagili í Havn. Til dømis, tá skrivað verður at byggimyndugleikarnir hava sett krøv aftaná at arbeiðið er liðugt. Sambært meirilutaálitinum hevur byggimyndugleikin upplýst fyri Fíggjarnevndini, at eingi nýggj krøv eru sett til verkætlanina, aftaná at verkætlanin fór í gongd. Kortini mælir meirilutin til at játta 28,4 milliónir krónur afturat. Tí kemur rokningin fyri skúladepilin nú upp á 665 milliónir krónur. Jacob Vestergaard sigur seg taka fult undir við, at øll viðurskifti viðvíkjandi Glasi verða fingin í rættlag, og neyðugu pengarnir verða játtaðir til tað. Men í løtuni er ikki ráðiligt at játta fleiri pengar, sigur løgtingsmaðurin, partvís tí at Landsverk hevur ikki førleika at stýra verkætlanini, og partvís tí at eingin tekur ábyrgdina av Glasi. Eisini festir Jacob Vestergaard seg við, at landsstýrisfólkini í fíggjar og mentamálum hava upplýst fyri løgtinginum, at talan hevur verið um nýggj krøv frá byggimyndugleikunum. Men tað er ikki rætt. At koma við villleiðandi upplýsingum til Løgtingið, fyri at fáa málið skundað ígjøgnum, er sera álvarsamt, og hevði undir vanligum umstøðum fingið avleiðingar fyri avvarðandi landsstýrisfólk, sigur Jacob Vestergaard í sínum minnilutaáliti. Meirilutin í fíggjarnevndini mælir til at hækka samlaðu játtanina í verklagslógini fyri Skúladepilin í Marknagili løgtinsmál nummar 81 2018 við tilsamnas 28,4 milliónum krónum. Tí verður samlaði kostnaðurin 664,9 millionir. Í eykajáttanaruppskotinum, sum fylgir við verklagslógini, sigur fíggjarnevndin tó nakað annað. Her sigur meirilutin seg ikki ynskja at játta pening, sum longu er brúktur, tí vandi er fyri, at hetta kann misskiljast soleiðis, at Fíggjarnevndin hevur góðkent óheimilaða meirnýtslu. Meirilutin vil tí hava, at henda meirnýtsla verður staðfest í roknskapinum. Meirilutin sigur seg ikki góðkenna staðfestu meirnýtsluna, sum er tilsamans 14,25 milliónir krónur. Tí mælir meirilutin í fíggjarnevndini til, í uppskotinum til eykajáttanarlóg, einans at játta restina, tað vil siga 14,165 milliónir krónur. Í hesum sama áliti, tað vil siga í løgtingsmáli nummar 80 2018, skrivar meirilutin somuleiðis, at undir viðgerðini í Fíggjarnevndini er tað komið fram, at tað ikki ber til at staðfesta, um tilsamans 46 milliónir krónur er endaliga upphæddin, sum skal til fyri at gera verkætlanina lidna. Tað er í sjálvum sær átaluvert. Málið um eykajáttanina til Skúladepilin er sett á skrá og verður avgeitt longu ídag. Tað ber til, tí løgtingið longu hevur samtykt at víkja frá øllum tíðarfreistum. Tað arbeiðið er ikki boðið út, men býráðið samtykti tilmæli frá Teknisku nevnd um at taka av tilboðum, sum er 177.000 krónur uttan meirvirðisgjald. Sumbingar kvøða kvæðið um Frísarnar, Bjarni Vestergaard og John Lisberg skipa. Jógvan Adolf Johannesen skipar fyrsta Gæliantstátt í Stígum Fast í Dali. Dansifelagið í Havn kvøður Gongurolvskvæði, Jens Jacobsen skipar. At enda skipar Hargin Joensen Sigmundskvæði Nýggja í Sumbiar Danisfelag. Tvær politiskar bøkur eru beint nú komnar út, ávikavist Tann føroyski samleikin eftir Jógvan Skorheim og Skerpikjøt eftir Sjúrð Skaale. Vit hitta borgarstjóran og fólkatingsmannin. Á bókadøgunum varð vinnarin í stóru skaldsøgukappingini avdúkaður, og Oddfríður Marni Rasmussen streyk avstað við teimum 100.000 krónunum. Men hvussu tekur tú dagar ímillum 19 skaldsøgur. Tað fáa vit svar uppá fyrst í næsta tímanum, tá ið umboð fyri dómsnevndina koma í Nón. Tónar úr innastu tøgnini er nýtt savn við yrkingum eftir Gunnar Hoydal. Jógvan Isaksen, bókmentafrøðingur, umrøður og ummælir nýggja yrkingasavnið eftir Gunnar. Tíðarritið Vencil 19. er útkomið. Vit tosa við ritstjórarnar báðar, Oddfríð Marna Rasmussen og Arnbjørn Ólavson Dalsgarð, um innihaldið hesa ferð. Tað er so nógv órógv í bygninginum, at næmingar eru troyttir og orka ikki at gera skúlating, tá teir koma heim. Tað siga bæði einstakir næmingar, sum útvarpið tosar við í hesum Radaranum og formaðurin í næmingaráðnum. Haraftrat hoyrist so væl millum skúlastovurnar, at næmingarnir mugu hugsavna seg um ikki at lurta eftir læraranum í grannastovuni. So eru tað hubbarnir, har undirvísing í fleiri fakum eru í senn. Hetta er umstøður sum føra til at næmingarnir eru so móðir tá teir koma heim, at teir ikki orka at gera skúlating, siga næmingar á Glasi. Aftrat tí koma allir manglarnir í skúlanum takið, sum larmar, tá tað regnar, hurðar sum ikki kunnu latast aftur, ventilatión, sum ikki riggar, hitaskipan, sum ikki riggar og so framvegis. Fleiri av hesum viðurskiftum mugu nú bíða eina tíð aftrat áðrenn tey kunnu bøtast um, tí løgtingið samtykti í dag, at beina uppskotið um eykajáttan til Glasir aftur í nevnd. Løgtingið hevur í allan dag viðgjørt eykajáttanaruppskotið hjá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, eftir at meirilutini í fíggjarnevndini avgjørdi at geva skúlanum eina meirjáttan upp á 28,4 milliónir. Málið varð beint aftur í nevnd, tí man vildi bíða eftir kanningini hjá Samferðslumálaráðnum av Landsverki, og tí semja ikki er um, hvussu eykajáttanin skal stýrast. Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður og tingmaður fyri Tjóðveldi, sum er partur av samgonguni segði millum annað, at eingin ivi er um, at tað er landsstýriskvinnan í mentamálum. Men ábyrgdarøkið er fløkt, og skipanin eigur at verða broytt, sigur Bjørn á Heygum, advokatur, sum í 90 unum var við til at smíðja stýriskipanina, sum staðfestir ábyrgd landstýrismanna. Tað er alt ov torført at staðfesta ábyrgd, tá játtanin liggur í Mentamálaráðnum men Samferðslumálaráðið varðar av Landsverki, sum stendir fyri byggingini. Landsstýriskvinnan hevur ikki heimild til eitt nú at koyra stjóran í Landsverki, um hon er óngød, og tað er ein trupulleiki við skipanini, sigur hann. Ein trupulleiki sum ikki bara ger seg galdandi í sambandi við Glasir, men eisini allar aðrar almennar verkætlanir, sum Landsverk stendir fyri. Til dømis nýggja landssjúkrahúsbygningin fyri hálva milliard, sum Sirið Stenberg, landstýriskvinna í heilsumálum varðar av. Merkisverda broytingin er, sambært Hagstovuni, at fólk, sum koma til Føroya í arbeiðsørindum, eru meira enn 50 prosent fleiri, meðan ferðafólkini eru 15 prosent færri í ár. Og óvist er, hvør veruliga eigur Nordafar og hvør skal gjalda tær í minsta lagi 20 milliónirnar og í mesta lagi 60 milliónirnar, sum ein rudding kostar. Roynt verður at fáa onnur við, segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, tá hann í gjár svaraði einum munnligum fyrispurningi frá Magnusi Rasmussen, tingmanni Heilsu og Innlendismálaráðið sigur nei takk til tilboð frá danska Novo Nordisk grunninum, sum bjóðar sær til at byggja eina miðstøð fyri diabetes í Føroyum. Avgerðin loypir hvøkk á Diabetisfelagið, sum ikki eingongd hevur fingið kunning um tilboðið, ið sambært felagnum hevði verið kærkomið hjá teimum 3000 til 4000 føroyingunum við diabetis. Um dagarnar frættist úr Grønlandi, at Novo Nordisk grunnurin fer at byggja eina miðstøð fyri diabetes og aðrar lívsstílssjúkur í Grønlandi. Verkætlanin er eitt samstarv millum grønlendska landsstýrið og danska grunnin, sum síðstu tvey árini hevur sett tilsamans seks milliardir krónur av til at byggja Steno Diabetes miðstøðir í donsku regiónunum og nú eisini øðrum pørtum av ríkinum. Heilsu og Innlendismálaráðið sigur nei takk til eitt líknandi tilboð. Eingin grundgeving fylgir við brævinum úr Heilsu og Innlendismálaráðnum, undirskrivað av aðalstjóranum. Jannik Hilsted hevur evstu ábyrgd fyri teimum játtanum til diabetes verkætlanir, ið Novo Nordisk grunnurin veitir. Hann er fyrrverandi læknastjóri á Ríkissjúkrahúsinum, men síðstu trý árini hevur hann verið evsti læknaligi stjóri fyri Novo Nordisk grunnin. Jannik Hilsted vil ikki gera samrøðu um málið, men hann váttar fyri útvarpinum, at grunnurin hevur samskift við føroysku heilsumyndugleikarnar um at seta á stovn eitt tilboð í Føroyum. Spurdur um innihaldið í svarinum úr føroyska Heilsuverkinum, og hvat nú hendir í málinum, svarar Jannik Hilsted stutt, at tað mugu vit spyrja føroysku myndugleikarnar um. Tað loypir hvøkk á Diabetisfelagið í Føroyum. Sambært felagnum hava millum 3.000 og 4.000 føroyingar diabetes. Nógv tey flestu, okkurt um 90 prosent, hava typu 2 diabetis. Eg haldi, at tey mugu hava eina øgiliga góða grundgeving at siga nei til slíkt tilboð, sigur hon og undrast yvir, hví Diabetesfelagið ikki er blivið hoyrt í málinum. Men Diabetesfelagið er ikki blivið kunnað um tilboðið yvirhøvur, og tað harmast Maibritt Skoradal um. Hoyr samrøðuna við forkvinnuna í Diabetesfelagnum omanfyri. Eitt fótbóltsakademi er ein skipaður skúli, har fótbóltur er berandi innihaldið í skúlanum. Høvuðsendamálið er at fyrireika ungar fótbóltsspælarar til eina framtíð sum yrkisfótbóltsspælarar. Fótbóltsakademi verða vanliga skipaði fyri ungar spælarar, og er skúlagongd, antin í fólkaskúla ella miðnámsskúla, eisini vanliga partur av skúlaskapinum á einum fótbóltsakademii. 400 fólk sótu bergtikin og lurtaðu, tá Cecilia Jacobsen trein á pallin í Norðurlandahúsinum. Nú skuldi veruliga søgan forteljast um lívið hjá Ceciliu. Talan er um fyrilesturin At gerast CeeCee , sum hon fyri stuttum helt í Norðurlandahúsinum. Fyrilesturin snúði seg um eitt lív ivð ágangi, plágan, sálarsjúku, vanlagnu og sjálvshatri. Í høvuðsheitum snúði fyrilesturin seg um kvinnuna, sum hevur barst fyri rættinum at vera tann, hon er, og fyri at ogna sær tað, heimurin ikki vildi unna henni gleði. Fólk bæði grótu og flentu, sigur Cecilia, tá hon minnist aftur á, hvussu hon upplivdi áskoðarafjøldina. Hetta endurspeglar eisini Ceciliu sjálva, sum nú hevur eina heldur humoristiska tilgongd til lívsins aldurdalar. Cecilia hevur verið nógv frammi í seinastuni. Eitt nú luttók hon í sjónvarpssendingini 25 minuttir , har Rebekka Manuela Behrens hitti hana, og har hyggjaratølini settu met. Sí sendingina her . Fyrireikingarnar til útbúgvingina í listarligum arbeiði er komið væl áleiðis. Men hvat skulu vit brúka útbúgvingina til, og kann ein læra at verða kreativur Tað halda í øllum førum Kinna Poulsen, listaummælari, og Bergur Djurhuus Hansen, ið er samskipari av útbúgvingini í listarligum arbeiði. Tað var í morgun at ráðstevnan um útbúgvingina byrjaði. Ætlanin er, at møguleiki verður at søkja inná útbúgvingina seint í vár næsta ár. Hoyr sendingina her Luttakarar, Nicolaj Falck, Cecilia Jacobsen, Bergur Djurhuus Hansen, Kinna Poulsen, Sigrið Mikkjalsdóttir og Jan Fossaberg Wanzhou Meng varð handtikin í Vancouver 1. desember. Amerikonsku myndugleikarnir hava eftirlýst hana, og hon skal eftir ætlan avhoyrast fríggjadagin, sigur kanadiski løgmálaráðharrin, Ian McLeod, sum hevur fingið bann fyri at upplýsa meira um málið í løtuni. Wanzhou Meng er ikki bara fíggjarstjóri í Huawei, men eisini næstformaður í stýrinum fyri felagið, og dóttir stovnaran, Ren Zhengfei. Amerikanskir myndugleikar hava síðani 2016 kannað, um Huawei hevur skákað sær undan handilsforðingunum móti Iran við at selja útgerð frá amerikanska felagnum Hewlett Packard til landið. Og tað hendir eisini samstundis, sum USA hevur lagt trýst á sameindu síni um ikki at keypa KT útgerð frá Huawei, tí stórur vandi skal vera fyri trygdini, um útgerð frá Huawei verður brúkt í KT undirstøðukervinum hjá landinum. Kina kann leggja trýst á framleiðarar um at tillaga teira vørur til at roynast verri ella steðga, til njósning ella bara at fáa atgongd til KT kervið, hevur stjórin fyri bretsku fregnartænastuna, MI6, Alex Younger, sagt fyrr við Reuters. Fyrr hava Australia, USA og Kanada sett Huawei á svaralista av ótta fyri, at kinesiski staturin ella aðrir aktørar kunnu brúka netverkið hjá Huawei til teldu njósning. Í síðsta mánaði boðaði Føroya Tele frá, at felagið hevur gjørt avtalu við Huawei um, at farnetið hjá Føroya Tele verður raðfest millum tey fyrstu í øllum heiminum at fáa nýggjasta ættarliðið av farnettøkni, 5G. Seinast hoyrdu vit, at mamma Mai, vildi hava Mai við til læknakanningina hjá Jón hann skal til tvey ára kanning. Mai skal hjálpa mammu síni, um mamman ikki skilir alt, sum verður sagt, tí hon er thailendsk. Tær sita á læknamiðstøðini í Gørðum. Mai byggir Lego við Jón og beint við legoborðið, sita tvær konur og teska. Tær tosa um, at mamma Olivur ikki ynskti sær hann, og hvussu móð mamma hansara var. Tær sita og gita, hvat er hent, og at mamman møguliga er innblandað. Mai vitjar Emmu, og tær tosa um sjóðseyðamannin, tær tosa um, at politiið ikki fer at lurta eftir einum barni, sum boðar frá. Meðan tær práta, fær Emma eitt snap. Tvey børn eru horvin úr barnagarðinum í Vestmanna tvey børn horvin afturat í Vestmanna Tær renna avstað. Og tá ið vit endaðu seinast var alt í einum ruðuleika. Lurtið nú, tí her kemur 9. partur av jólakalendarasøguni Flytifuglar, sum Elin á Rógvi skrivaði. Niclas Johannesen hevur gjørt tónleikin til leikin og Finnur Hansen hevur framleitt tónleikin. Høgni Fagraberg gjørdi ljóðmyndina. Gunnar Hoydal er kendur fyri skaldsøgur, sangtekstir og yrkingar sínar. Nú hava børn hansara, Dánjal og Marianna Hoydal givið út savn við yrkingum í úrvalið. Jógvan Isaksen, bómentafrøðingur ummælir nýggja savnið. Skjótt eru jól eitur ein jólasangur, sum Hans Ravnsfjall júst hevur latið úr hondum í ár, og Leygardagur spurdi hann, hvar hann fær íblástur til at skriva jólasangir, og eisini, hvat hesin nýggi sangurin snýr seg um. Svenska undangongukvinna innan feminismu og í flokkinum, Feminisk Initiativ, Gudrun Schyman er í hesum døgum á vitjan í Føroyum í samaband við filmssýning. Harumframt var møguleiki hjá politiskum flokkum, feløgum, tíðindafólki og ungamannafeløgum v.fl. at hitta og práta við Gudruna. Vitjanin er fyriskipað av Demokratia, Javnstøðunevndin og Norðurlandahúsinum í samband við nýggjan heimildarfilm um Gudruna Schyman, eftir Hampus Linden, sum júst er frumframsýndur í londunum kring okkum, har áskoðarin fylgir hennara lívi og virki. Einum lívi, ið ikki bert hevur verið lætt, og hevur verið merkt av hørðum, miðvísum arbeiði fyri at basa rasismu, homofobi, hatri og nationalismu og fyri at menna javnstøðu og kærleika í einum samfelag og í einum heimi, Gudrun metir er farin av kós. Meirilutin í Vinnunevndini, sum eru umboðini hjá andstøðuni, mælir frá at samtykkja uppskotið hjá Poul Michelsen, landsstýrismanni í vinnumálum, at broyta tøkugjaldið hjá alivinnuni nú. Meirilutin vísir á, at tað er óheppið at broyta vinnupolitikkin í landinum í sambandi við, at fíggjarlógaruppskot verður lagt fram, har endamálið ikki er vinnupolitiskt, men heldur at fáa fíggjarliga kabál at ganga upp. Men umboð fyri alivinnuna hava upplýst fyri Vinnunevndini, at sum útlitini eru í løtuni fyri framleiðslukostnaðin og søluprísin, fær ætlaða lógarbroytingin onga ávirkan fyri 2019. Meirilutin mælir til, at heldur enn at samtykkja uppskotið hjá Poul Michelsen, eigur varandi breið politisk semja at verða gjørd, so vinnan veit, hvat hon hevur. Minnilutin sigur, at uppskotið ger, at tøkugjaldið verður tillagað, so tað í størri mun leggur upp fyri hækkaðum framleiðslukostnaði, og soleiðis, at gjaldið fellur skjótari, tá marknaðarprísirnir lækka. Í seinasta parti hoyrdu vit, at børnini í Gjáarlon vóru funnin aftur, tey vóru farin í eitt seyðahús at spæla. Mai fór at hyggja eftir bátinum hjá Odu og Jason. Oda greiðir Mai frá, hví báturin eitur Dream Catcher. Tær hugna sær. Oda er so fitt, og Mai fer at hugsa um mammu sína, tá ið Mai lærdi seg føroyskt. At mamman var ill, tá ið Jóannes lærdi Mai føroysk orð, tí tey høvdu larmað og órudda, mamman var allarhelst ill, tí hon var øvundsjúk, at Mai lærdi so lætt føroyskt og at Jóannes hjálpti henni. Emma, vinkona Mai er røsk at snappa. Emma biður Mai koma á matstovuna, og biður hana taka babyalarmin hjá Jón við. Orsøkin er, at Emma veit, at tveir politistar fara at sita við eitt borð á matstovuni og eta. Tær ætla at lurta, hvat politiið fer at siga, tí tær vilja finna útav, hvat er hent Olivuri. So í dag byrja vit søguna á matstovuni. Her kemur 10. partur av jólakalendarasøguni Flytifuglar. Hann hevur givið út bók, sum eitur Thi kendes for ret . Hann sigur frá, hvussu tað er at vera frídømdur av jarðiskum dómara sammettur at verða settur í frælsi av tí himmalska dómaranum. Vit hoyra um Mai, sum býr á Válinum saman við mammuni og manni hennara, Jóannes, sum er tíðindamaður í Miðlahúsinum. Saman eiga tey Jón. Mai er fødd í Thailandi og hevur gingið í skúla har. Síðani flutti hon heim til Føroyar til mammu sína og Jóannes. Seinast hoyrdu vit, at nú eru tvær vikur síðani, at ára gamli Olivur varð tikin úr barnavogninum uttanfyri húsini, har hann býr í Vestmanna. Kanningar verða gjørdar og fólk eru bangin, hvat man vera hent honum. Mamman bað Mai fara út at trilla Jón, beiggja sín, tí mamman torir ikki at leggja hann út at sova, og vil hava Mai at trilla hann. Mai setur spurnartekin við, hví mamman er bangin um Jón og ikki um hana, tá ið hon var hinumegin jørðina. Mai og mamman klandraðust. Síðani fór Mai út at trilla beiggja sín, og hon ætlaði sær út í Nes at venda. Tá møtir hon konuni í grannaíbúðini, sum eisini eru úti og trillar dóttir sína. Tær fara at práta og fylgjast heimaftur. Hon er hálvur vestmenningur og Mai heldur, at hon er smart, blíð og fitt í mun til mammu sína. Oda eitur hon, og Oda bjóðar Mai at koma á vitjan. Mai vil fegin síggja bátin. Meðan tær tosa, snappar Emma. Emma, vinkona Mai snappar og sigur, at sjóðseyðamaðurin er burtur, kanska er tað hann, sum er atvoldin til, at Olivur er horvin úr barnavogninum. Emma hevur sett sær fyri at uppklára, hvør hevur tikið Olivur. Hvør man tað vera Og hví er sjóðseyðamaðurin horvin Lurtið eftir 8. parti av jólakalendarasøguni Flytifuglar. Elin á Rógvi skrivaði. Niclas Johannesen hevur skrivað tónleikin til leikin. Finnur Hansen hevur framleitt tónleikin. Høgni Fagraberg hevur gjørt ljóðmyndina. Hvussu sá føroysk jólastova út um ár 1900 Hvussu sá hon út undir seinna heimsbardaga Hvussu sá hon út undir læknastríðnum Og hvussu var hon innrættað, tá ABBA spældi Waterloo Tað er Tórshavnar Býarsavn, sum hevur gjørt framsýningina. Endamálið við henni er at lýsa jólini í høvuðsstaðnum gjøgnum tíðirnar. Hvaðani stava siðirnir, ið eru knýttir at jólunum, eitt nú jólatræið, jólagávurnar og jólamaðurin Vit tosaðu við Margrethu Nónklett, leiðara á Tórshavna Býarsavnið um nýggju framsýningina hjá savninum, sum lýsir jólini í fýra ymsum tíðarskeiðum. Tað fer at taka umleið eina viku at avgreiða umsóknirnar um jólahjálp, og tá vita fólk, um tey hava fingið jólahjálp frá Barnabata. Órógv er í Streymoyar Sjálvstýrisfelag, og neyðugt er við bæði nýggjum aðalfundi og nýggjum eykaaaðalfundi, tí fólk sum ikki eru limir í felagnum, atkvøddu á fundinum sum var í farnu viku, sigur formaðurin, Bjørn á Heygum. Aðalfundurin og eykaaðalfundurin, sum Streymoyar Sjálvstýrisfelag helt í farnu viku, var ikki sum hann skuldi, og tí er einki av tí, sum varð samtykt á fundinum galdandi. Tað sigur formaðurin í felagnum, Bjørn á Heygum. Hann sigur, at nevndin hevur tikið avgerð um at lýsa til nýggjan aðalfund og eykaaðalfund. Orsøkin er, at fleiri, sum møttu á aðalfundinum í farnu viku, og sum atkvøddu á fundinum, als ikki eru limir í felagnum. Og tí høvdu tey ikki loyvi at atkvøða, sigur Bjørn á Heygum. Tað møttu fleiri fólk á aðalfundinum, sum limirnir í nevndini ongantíð høvdu sæð á fundi fyrr, og tá fundurin var liðugur, gjørdi nevndin av at kanna viðurskiftini hjá teimum. Tað vísti seg, at tey ikki vóru limir í felagnum, og tí høvdu tey ikki rætt at atkvøða. At lýst var bæði til aðalfund og eykaaðalfund samstundis, kom av, at viðtøkurnar siga, at minst helvtin av limunum skulu vera á fundi fyri at taka avgerðir. Tað hendir sjálvdan og fyri at kunna avgreiða málini, sum skuldu avgreiðast, var tí lýst til eykaaðalfund beint eftir aðalfundin, tí tá er nóg mikið við vanligum meiriluta. Men eftir ógreiðu viðurskiftini, sum vóru á fundinum í farnu viku, er neyðugt við nýggjum aðalfundi og eykaaðalfundi, sigur Bjørn á Heygum, formaður í Streymoyar Sjálvstýrisfelag. Stjórin á Landsverki, Ewald Kjølbro, segði í útvarpinum 7. november í ár, at orsøkin til, at verkætlanin við Marknagil var farin av sporinum, var eitt vánaligt projekt, sum høvuðsráðgevin, tað vil siga Bjarke Ingels Group, hevði ábyrgdina av. Samstundis segði hann, at BIG er kunnað, um at tað fær rættarligt eftirspæl. Vit hava bara hoyrt um eitt rættarligt eftirspæl í fjølmiðlunum, sigur BIG í einum skrivligum svari til útvarpið í samband við framsetingina hjá stjóranum á Landsverki um, at tað er eitt vánaligt projekt frá høvuðsráðgevanum BIG, sum er orsøkin til trupulleikarnar við Glasi. BIG vil ikki gera samrøðu við útvarpið, men sigur, at tað er byggiharrin í hesum førinum Landsverk, sum úttalar seg vegna verkætlanina. Vit seta stóran prís upp á, at Samferðslumálaráðið nú fer at seta seg inn í, hvat er hent í hesum samansetta byggimáli, og BIG tekur væl ímóti kanningini. BIG sigur seg somuleiðis vóna, at kanningin fer at varpa ljós á, hvussu serligu umstøðurnar kring uppsøgnina av TG Verk og roknifeilin hjá Lemming og Erickson, sum var undirveitari hjá BIG, hevur ávirkað verkætlanina. Hetta er ein stórur trupulleiki, sigur Ewald Kjølbro eisini. Men stjórin á Landsverki peikar eitt nú eisini á eina ósemju um flagtekjuna, sum sambært Ewaldi Kjølbro ikki var ein haldbar loysn. Sambært teimum kunnu fýra av seks tekjum á Glasi bera vanligt, føroyskt flag, meðan tvær av tekjunum kunnu bera sokallað sedum flag, sum ikki er líka tungt sum føroyska flagið. Tað er rætt, at okkurt tilfar er vorðið dýrari, og harafturat er verkætlanin vorðin dýrari av, at TG Verk var skift út við ein dýrari arbeiðstakara í 2016. Tað er sera sjáldsamt at skifta ein verktakara út mitt í verkætlanini, og hetta hevur uttan iva havt avleiðingar fyri góðsku og prís, sigur BIG. Tað er av stórum týdningi, at málið verður kannað ordiligt, og vit greiða fegin landsstýrismanninum frá okkara royndum, sigur BIG at enda í skrivliga svarinum til útvarpið 2018 endar við størsta vøkstri í alheimsútlátinum av CO2 í fleiri ár. Og árið vísir sostatt eina gongd, sum er beinleiðis burtur frá veðurlagsmálunum í Paris avtaluni. Greiningin varð almannakunngjørd í gjárkvøldið, samstundis sum umboð fyri stjórnir í øllum heiminum á COP24 fundinum í Katowice í Póllandi samráðast um, hvussu veðurlagsátøk skulu skipast, skrivar danska blaðið, Informatión. Vøksturin í orkutørvinum í heiminum er størri enn átøkini fyri at minka um CO2 útlátið, ávarar leiðarin í granskingarbólkinum, Corinne le Qu r . Hon er stjóri fyri bretsku kanningar miðstøðina fyri veðurlagsbroytingar, Tyndall Centre for Climate Change Research. Men í fjør vuksu virðini aftur við 1,6 prosenti, og í nýggju greiningini spáa granskararnir, at alheims CO2 vøksturin fyri 2018 verður 2,7 prosent, og tað verður frá orkuøkinum og ídnaðinum. Tað er púra greitt, at heimurin fyribils ikki heldur sínar skyldur at halda kósina, sum sett er fyri at náa málini í Paris avtaluni frá 2015, sigur Glen Peters, stjóri fyri norsku granskingarmiðstøðini, Cicero, og sum eisini er limur í granskingarbólkinum. Seinasta frágreiðingin frá ST veðurlagsbókinum, IPCC, staðfesti, at CO2 útlátið skal minka niður í helvt í 2030, um vit framvegis skulu gera okkum vónir um at bremsa upphitingini til 1,5 stig. Tað merkir, at útlátið átti nú at verið minkað við fimm prosentum ella meira hvørt ár . Men ístaðin hækkar tað í løtuni umleið 2,7 prosent, skrivar Ritzau. Hóast fólk úr bæði samgonguni og andstøðuni vildu hava onkran at taka politiska ábyrgd fyri meirlnýtsluni av byggingini av skúladeplinum í Marknagili, er Rigmor Dam, landsstýriskvinna, kúrr. Hon tók ikki orðið í Løgtinginum í gjár, og hon vil ikki tosa við fjølmiðlar um málið. Tað prutlar undir lokinum í Føroyum fyrst í 70 árunum. Ungdómurin er ónøgdur. Á heysti 1974 kyknar upp umfatandi ófriður á Vaglinum í Havn. Politiið má brúka táragass at fáa tamarhald á støðuni. Nógv ungfólk verða handtikin. Ungdómurin leiðist við einar afturhalsdssamar og trongskygdar Føroyar, sum ikki ganga í takt við londini uttan um okkum. Løgtingið er sinnað at broyta rúsdrekkalógina, men føroyingar siga eitt rungandi nei á fólkaatkvøðu í 1973. Ólógliga sølan á svarta marknaðinum er tá vorðin so stór, at politiið ger húsarannsókn í Kelduni á Dalavegnum, sum í longri tíð hevur argað myndugleikarnar. Høvuðsmenninir verða tiknir og dømdir at sita. Tað forðar teimum kortini ikki í at halda fram við kriminella virkseminum, tá ið annar av høvuðsmonnunum eitt ár seinni hevur sitið sín dóm í donskum fongsli. Gamla mynstrið við kassamentaliteti og hvítum flamingokassum frá Kattrup stendur tí við. Bilurin verður barrin hjá føroyskum ungdómi í 70 og 80 árunum. Hendan avlagaða drykkjumentanin hevur syrgiligar avleiðingar, ið standast av mongu ferðsluvanlukkunum, sum krevja nógv ung mannalív hesi árini. Hotel og matstovuvinnan ótolnast eftir einari smidligari og meira nútímans skipan, men politiið steingir tær nýggju matstovurnar, sum royna at skeinkja gestunum vín. Tá nýggj samgonga verður skipað í 1991 verður í samgonguskjalinum ásett, at rúsdrekkalógin skal endurskoðast. Nú byrjar drúgva telvingin til at fáa eina nýggja skipan fyri gomlu rúsdrekkalógina frá 1908. Landstýriskvinnan Marita Petersen úr Javnaðarflokkinum er hon, sum arbeiðir harðast fyri eini nýggjari rúsdrekkalóggávu. Tað stendur á gomlum nøglum í løgtinginum, tá endaliga atkvøðugreiðslan er fyri í februar 1992. Hvussu verða jólini hildin í øðrum og kanska meiri fjarskotnum londum Vit fara á gátt hjá Jean Dela Cruz Guðjonsson, sum er ættað av Filipsoyggjunum. Hava kirkjuliðini í Føroyum hvør sítt tempo, tá ið tey syngja M.a. tann spurningin fara vit at útgreina saman við organistinum og kórleiðaranum Leif Hansen, sum eisini setir sálmasang inn í ein søguligan samanhang. Vit fara eisini eitt legg aftur til tíðina við tundurkassum, áðrenn rúsdrekkalógin frá 1992 broytti alt. Postmaðurin Heri Simonsen greiðir okkum frá tíðini, tá ið Posthúsið var fult av hvítum kassum. Heimsins lond fundast um at minka um vakstrarhúsgassið, men tølini vísa, at útlátið veksur, og í ár verður vøksturin størri enn nakrantíð. Eftir at hava greitt alment frá, hvussu tað er at vera heimleys í Føroyum, eru fleiri politikarar farnir at royna at hjálpa Sólmai Danielsen at finna henni og børnunum ein bústað. Tá eykajáttanin til skúlabygningin í Marknagili var til 2. viðgerð í gjár, varð málið aftur beint í fíggjarnevndina, tí enn eru viðurskifti, sum eru ógreið. Fíggjarnevndin hevur fund aftur um Glasir í morgin klokkan 9.15, og tá hevur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, eisini fingið fundarboð. Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik, sigur við Dag og Viku, at vanliga verður ikki hugt at kommunalum barnaansingargjøldum, tá bankin skal veita bústaðarfígging. Sum nú er ætlar Heilsu og Innlendismálaráðið ikki at arbeiða víðari við uppskotinum um samstarv við Novo Nordisk grunnin um viðgerð móti diabetis, sukursjúku, í Føroyum. Tey frá Novo Nordisk grunninum søgdu, sambært fundarfrágreiðingini, sum Útvarpið hevur fingið innlit í, at ikki var neyðugt, at tey fingu svar úr Føroyum alt fyri eitt. Avtalað var á fundinum, at Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, kunnaði baklandið, sum sagt verður, sjúkrahúsverkið og politikarar um Novo Nordisk grunnin og hvørjir møguleikar kunna fáast við samstarvi. Og hon er, at í løtuni hevur Heilsu og Innlendismálaráðið ikki áhuga fyri samstarvi við Novo Nordisk grunnin um diabetissjúklingar í Føroyum. Síðst í november frættist, at Novo Nordisk grunnurin fer at byggja eina miðstøð fyri diabetes og aðrar lívsstílssjúkur í Grønlandi. Verkætlanin er eitt samstarv millum grønlendska landsstýrið og danska grunnin, sum síðstu tvey árini hevur sett seks milliardir krónur av til at byggja Steno Diabetes miðstøðir í donsku landpørtunum, og eisini í Grønlandi og Føroyum. Danir skilja støðuna soleiðis, at bíðast skal eftir arbeiðsbólkunum við umboðum fyri føroyskar og danskar myndugleikar, sum eru settir at fyrireika yvirtøkuna, ein er fyri landkort og ein fyri sjókort. Løgmansskrivstovan hevur eina aðra fatan. Hon sigur, at bólkarnir skulu fyrireika sjálva yvirtøkuna, ikki avgerðina um yvirtøkuna. Arbeiðssetningurin hjá báðum bólkum er at lýsa, hvussu økini verða fyrisitin í dag, altjóða samstarv, hvussu yvirtøkan ítøkiliga verður framd og framtíðar samstarv millum føroyskar og danskar myndugleikar, eisini altjóða bindingar. Samgonguflokkarnir og Sonja Jógvansdóttir í Rættarnevndini taka ikki undir við uppskotinum um. at Norðoyatunnilin skal fyrireika verkætlanina at gera berghol norður um Fjall, og mælir frá at samtykkja tað. Meirilutin sigur, at ikki er skilagott at taka einstakar verkætlanir, sum longu eru raðfestar, burturúr samferðsluætlanini hjá Landsverki, og fíggja tær við gjaldsvegum ella tunlum, sum tilvildarliga liggja nærindis. Teir siga, at lógaruppskotið hevur einki við at gera, hvør fíggingarleistur verður brúktur, tá bergholin norður um Fjall verða gjørd. So stendur tað til løgtingið at gera av, hvat loysnin verður, bæði viðvíkjandi fígging og linjuføring, siga andstøðuumboðini í Rættarnevndini. Ein ósemja millum embætisfólkini í Fíggjarmálaráðnum og embætisfólkini í løgtinginum um, hvussu játtanarskipanin skal tulkast, førdi í gjár til, at uppskotið um eykajáttan til Glasir varð beint aftur í nevnd. Nevndin má taka ta tíð, tað tekur, um málið fer aftur í nevnd, segði Ruth Vang, forkvinna í fíggjarnevndini undir viðgerðini í løgtinginum mikudagin. Eitt nú at gera loftið í ítróttarhøllini, at gera hurðarnar til skúlastovurnar, so tær ikki standa opnar út í atrium og at seta hondlistar í atrium upp. Við at hækka verklagslógina við 28,4 milliónum og játta 14 milliónir í eykajáttan ætlaði fíggjarnevndin at sleppa undan at játta tær 14 milliónirnar, sum Landsverk hevur brúkt í heimildarloysi og á tann hátt blástempla óheimiðlaðu meirnýtsluna. Vísandi til tingmál 80 2018, skal Fíggjarmálaráðið enn einaferð gera vart við, at álitið hjá fíggjarnevndini ikki er í tráð við hvussu Fíggjarmálaráðið tulkar játtanarskipanina. Leisturin, fíggjarnevndin skjýtur upp í samband við eykajáttanina til løguverkætlanina Glasir, ber ikki til. Hildnar útreiðslur koma framum útreiðslur, sum ikki eru hildnar, og sum tískil liggja longri frammi. Tað, sum fæst burturúr, er, at eingin útreiðsla verður hildin afturat í 2018, tí meirjáttanin bert røkkur til longu hildnar útreiðslur, og úrslitið verður einans ein blástempling av meirnýtsluni, men eingin játtan til neyðugu útreiðslurnar, sum eftir eru at halda. Hinvegin loyvir verklagslógin, at síðstu 14 milliónir krónurnar verða brúktar, so skjótt játtan er til tað, men sambært uppskotna leistinum hjá fíggjarnevndini verður tað so ikki fyrrenn í einum seinni fíggjarári. Leisturin eigur at vera, at bæði heimild í játtan og verklagslóg verða hækkaðar við somu upphædd, nevniliga 28,4 milliónir krónur . Soleiðis skriva embætisfólkini í fíggjarmálaráðnum millum annað um ætlanina at hækka verklagslógina við 28 milliónum og játta 14 milliónir í eykajáttan. Eftir at hetta kom fram, vildi andstøðan hava samgonguna at vissa fyri, at pengarnir, um teir vóru játtaðir, ikki verða brúktir upp á útreiðlsurnar fyri 14 milliónir krónur, sum longu eru brúktar í heimildarloysi. Børn og ung hava eisini tørv á ráðgeving frá Barnabata um kvøldarnar og um vikuskiftið. Tí biður Barnabati løgtingið um at hækka játtanina næsta ár úr 450.000 krónum upp í 1,2 milliónir krónur. Í dag hevur ráðgevingin bara opið gerandisdagar frá kl 10 15, men tørvurin er nógv størri enn so, sigur Djóni Ejdesgaard, aðalskrivari í Barnabata. Umframt at útbyggja ráðgevingina ætlar Barnabati eisini at arbeiða við átøkum at basa happing millum børn og ung á dagstovnum og skúlum. Sambært franska forsetisráðharranum Edouard Philippe, vera 89.000 løgreglufólk á gøtunum leygardagin í eini roynd at fyribyrgja, at mótmæli frá sonevndu Gulu vestunum, eins og seinasta leygardag elva til samanbrestir og vandalismu. Løgreglan hevur heitt á handlar, søvn og matstovur í Paris um at steingja í morgin, og sambært BBC verður Eifeltornið stongt fyri vitjandi í morgin. Víðgongd á bæði høgraveinginum og vinstravonginum í fronskum politikki hava aftur í morgin ætlanir um at mótmæla, at franska stjórnin millum annað ætlar at hækka oljuavgjøldini í landinum. Eftir ófriðin seinasta leygardag, hevur franska stjórnin boygt seg og slept upprunaligu ætlanini um at hækka oljuavgjaldið, men ónøgdin er størri enn so í mótmælisrørslurni Gulu vestarnir, og tí stúra fransmenn fyri ógvusligum ófriði aftur í morgin. Rørslan hevur ongan leiðara, men sum skilst, so ynskja fólk eina nýggja skattaskipan, meira í pensjón og lægri pensónsaldur. Ein partur av rørsluni eru skúlanæmingar, ið mótmæla broytingum í próvtøkuskipanini í fronskum skúlum. Formaðurin í fíggjarnevndini, Bárður á Steig Nielsen, segði við Dag og viku í gjár, at fíggjarnevndin nú fer í gongd við at viðgera møguleikarnar. Sambært formanninum er ein møguleiki at halda fast og einans játta pengar til tað arbeiðið, sum manglar. Ein annar møguleiki er at gera eina nýggja verklagslóg, har tað samstundis verður staðfest, júst hvat pengarnir skulu brúkast til Hvør dystur telur einmansleik hjá kvinnum og monnum, tvímansleik hjá kvinnum og monnum og eisini ein dyst í blandaðum tvímansleiki. Hesi umboða Føroyar Rannvá Djurhuus Lyngby HBF Kristina Eriksen HBF Gunnva Jacobsen HBF Niclas Eysturoy HBF Bartal Poulsen Viby MBF Benjamin Gunnarstein KMB2010 HBF Magnus Dal Christiansen HBF 200 nýggjar íbúðir beinanvegin, bráðfeingislisti, heimild til Bústaðir at læna meira pengar og størri skattafrítøku til privatar útleigarar. Tað er loysnin hjá landsstýrinum upp á átrokandi bústaðartrotið. Fyri lítlum tíma síðani legði landsstýrið fram nógv umrødda bústaðarpakkan, ið er teirra roynd at loysa ovurstóra bústaðartrotið í landinum. Bústaðir fer at standa fyri byggingini av teimum 200 almennu íbúðunum, sum koma afturat teimum 400 bústøðunum, sum Bústaðir longu er í holt við at byggja. 200 bústaðir eru sostatt í gerð, 200 eru ávegis og 200 íbúðir verða framskundaðar. Ætlanin er, at hetta skal tryggja borgarum bústaðir fyri sámiligan kostnað. Umframt at byggja fleiri hús, so ætlar landsstýrið eisini, at broyta markið fyri, nær talan er um vinnuliga útleigan. Hetta skal vera við til at eggja teimum, ið eiga fleiri hús, at leiga út í longri tíðarskeið. Áðrenn 1. januar í ár var markið 24.000 krónur, men tá hækkaði tað markið til 50.000 krónur. Nú verður markið so hækkað til 150.000 krónur. Fiskurin, ið flakatrolararnir fáa í Barentshavinum, verður seldur á bretska marknaðinum. Á virkinum í Grimsby, ið Faroe Seafood átti, verður ein partur av fiskinum frá Vesturvón virkaður til ta sera kræsnu handilsketuna Marks and Spencer. Men fleiri av keyparunum óttast herferðirnar hjá umhvørvisfelagsskapunum, ið eru serliga sterkir í Bretlandi. Sigmar Bláberg og Bjarnheðin í Hoyvík hava gjørt sendingina. Hevur tú onkuntíð hugsað, at sálmurin rennur avstað sum streymur í á Ella heldur tú viðhvørt, at hetta gongur í so seint fyri seg Tað kann vera rættiliga ymiskt, við hvørjari ferð ymisku kirkjuliðini í Føroyum syngja somu sálmar. Tað staðfestir Leif Hansen, organistur, sum hevur kannað, hvussu skjótt føroyingar syngja í kirkjuni. Hoyr Leif Hansen útgreina sálmar og tempo. Vit tosa eisini um sálmasangin søguliga og uppgávurnar hjá organistinum. Politiska skipanin noyðist fyrst at taka støðu til prinsippið um, at ein privat heilivágsfyritøka fær ein lim í stýrið fyri eina viðgerðarstøð í Føroyum, í føroyska sjúkrahúsverkinum. Fyrr fær Heilsu og Innlendismálaráðið ikki svarað Novo Nordisk grunninum endaliga um tilboðið haðani um at byggja eina miðstøð fyri sukursjúk í Føroyum. Heilsu og Innlendismálaráðið hevur havt so nógv onnur stórmál í ár, at stundir hava ikki verið til at viðgera júst hetta málið liðugt eftir fundin við Novo Nordisk grunnin í summar, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna. Sirið Stenberg sigur, at vit vita ikki enn, hvat hesin eini stýrislimurin hjá Novo Nordisk grunninum fær innlit í um føroyska fólkið og hvørjar persónsupplýsingar stýrislimurin fær. Hetta málið hevur einki við gransking í Føroyum at gera. Føroyingar kunnu enn sum fyrr søkja um granskingarpengar úr Danmark, sigur Sirið Stenberg. Novo Nordisk grunnurin hevur sett av seks milliardir krónur til at byggja Steno Diabetes miðstøðir í donsku landpørtunum, og eisini í Grønlandi og Føroyum. Fyribils fimm í Danmark og eina í Grønlandi. Fregnartænastan hjá donsku verjuni heldur eitt vakið eyga við Huawei, ið er samstarvsfelagi hjá TDC í Danmark og samstarvsfelagi hjá Føroya Tele her heima. Higartil hava bæði myndugleikar og leiðslurnar í TDC og Føroya Tele sagt, at Huawei, ið hevur tøtt bond til kinesisku stjórnina, ikki er nøkur hóttan móti trygdini í londunum. Tætta samstarvið í sambandi við útbyggingar av einum 5G infrakervi ger tó, at fregnartænastan hjá donsku verjuni hevur kinesiska KT risan á radaranum, sigur Lars Findsen, leiðari fyri fregnartænastuna við Jyllandspostin. Tøttu bondini til kinesisku stjórnina hava havt við sær, at handilstiltøk eru sett í verk móti Huawei bæði í USA og í Onglandi. Fyrr hava eisini Australia, USA og Kanada sett Huawei á svartalista av ótta fyri, at kinesiski staturin ella aðrir aktørar kunnu brúka netverkið hjá Huawei til teldu njósning. Fyrr í vikuni var fíggjarstjórin hjá Huawei, Meng Wanzhou, handtikin í Kanada. Hon verður væntandi útflýggjað til amerikansku myndugleikarnar, ið hava illgruna um, at Huawei hevur selt útgerð til Iran í stríð við handilsforðingarnar, sum eru settar í verk móti Iran. Stríðsval er í dag í týska krist demokratiska flokkinum, CDU. Hetta er fyrstu ferð síðani 1971, at stríðsval er um sessin, og trý valevni bjóða seg fram. Síðani Angela Merkel boðaði frá, at hon ikki stillar uppaftur, hevur valstríð verið um, hvør skal avloysa hana í forkvinnusessinum. Lokalval hava verið hildin, og nú seinnapartin er so landsfundur hjá CDU í Hamburg. Valið stendur millum Annegret Kramp Karrenbauer og Friedrich Merz. Eitt triðja valevni bjóðar seg fram, 38 ára gamli Jens Spahn, men han verður ikki mettur at hava stórar møguleikar, skrivar millum annað Der Spiegel. Hon er aðalskrivari í flokkinum, hevur verið stjórnarforseti fyri landsparta tingið í Saarlandes, og hon var fyrsti kvinnuligu innanríkisráðharri í søgu Týsklands. Eg eri 56 ára gomul, eg havi trý vaksin børn, eg havi skapt mær eina ordans karrieru. Tað er avgjørt einki mini við mær, segði hon í eini sjónvarpssamrøðu í síðsta mánað. Friedrich Merz er eisini gamal kenningur í CDU, har hann næstan rakk upp á tindin, men noyddist at víkja fyri Angelu Merkel. Hann er 63 ára gamal, er á høgravonginum í CDU, hevur verið limur í Europaparlamentinum. Í 2009 tók hann seg úr politikki, arbeiddi sum løgfrøðingur í privata vinnulívinum, mest innan fíggjarvinnu, til hann í ár aftur trein inn á politiska pallin og bjóðaði seg fram at stjórna CDU eftir Angelu Merkel. Kramp Karrenbauer hevur áhaldandi verið á odda í stríðnum um formanssessin í meiningarkanningum, bæði millum veljararnar hjá CDU og hjá týska fólkinum sum heild. Men tað eru ikki hesi, sum sleppa at gera av, hvør skal vera forkvinna ella formaður. Tað eru tey 1001 umboðini hjá lokalfeløgunum, sum seinni í dag á loyniligari atkvøðugreiðslu fara at velja nýtt oddafólk. Kanska fleiri atkvøðugreiðslur skulu til, um kvalifiseraður meirluti ikki fæst. Tá Angela Merkel síðst í oktober boðaði frá, at hon ikki stillaði upp aftur sum forkvinna, boðaði hon samstundis frá, at hon ætlaði at verða sitandi sum samveldiskanslari skeiðið út, til 2021. Men hvør verður forkvinna ella formaður í CDU, kann fáa avgerandi ávirkan á tað. Vinnur Annegret Kramp Karrenbauer, kann Merkel hugsast at verða sitandi, tí tær samstarva væl. Men vinnur Friedrich Merz, sum vil hava CDU á aðra leið, so kann tað fara at verða torført hjá Merkel. Merz vil hava CDU út frá miðjuni og inn móti høgru, hetta fer so eisini at hava avleiðingar fyri stjórnarsamstarvið millum CDU og sosialdemokratarnar í CSU. Vikuskiftissendingin var á gátt hjá Teiti Christensen, høvuðskokki í Fútastovu, har hann greiddi frá, hvussu honum sjálvum dámar at gera jóladunnu. Tað er ikki uppá tann vanliga mátan, sum er at steikja dunnuna heila við fyllu í. Teiti dámar heldur væl at skera dunnuna sundur, áðrenn hon verður tilgjørd, og gera ymsar rættir burturúr henni. Til dømis konfiterar hann dunnulørini tað er at steikja í egnum feitti í ovninum. Bringuna saltar hann dagin fyri og steikir á pannuni, soleiðis at bringan fær ein ljósareyðan lit. Spurdur um, hvørt vandi av salmonella stendst av hesum, svarar Teitur, at tað ger tað ikki. Tað, tið tað snýr seg um, er, at bringan ikki fær ov nógv, so at øll sevjan fer úr kjøtinum. Hoyr eisini, hvussu Teitur ger eina kraftiga sós burturúr skrokkinum og sevjuni frá reyðkálinum Aksel V. Johannesen, løgmaður, sum var gestur í sjónvarpsstovuni, sigur, at privat, sum vilja byggja leigubústaðir, skulu fáa somu treytir sum Bústaðir. Kl. 16 í dag var fernisering í Steinprenti. Tað er framsýningin Myndaódn , sum varð sett í gongd. Innihaldið í framsýningini er list, sum hevur verið sýnd fram í Steinprenti í 2018. Men talan er eisini um spildurnýggja list, sum er gjørd serliga til hesa framsýningina. Talan er um eina sera fjølbroytta framsýning við nógvum listafólkum Hansinu Iversen, Randi Samsonsen, Onnu Sepp l , Fríðu Matras Brekku, Bárði Oskarsson, Bárði Jákupsson, Rannvá Kunoy, Hanna Bjartalíð, Claus Carstensen, Julie Sass, Louise Aakerman Nielsen, Tóroddi Poulsen, Erik Heide, Mariusi Olsen, Peter Carlsen og Zven Balslev. Framsýningin er opin til 19. januar. Hoyr Kinnu Poulsen greiða frá Signar í Homrum hevur úr at gera í desember. Hann spælir til øll handa tiltøk, jólaborð, dans, brúdleyp og so framvegis. Onkuntíð hevur hann spælt 10 konsertir uppá eitt vikuskifti og tá er hann, sum hann sigur, moyrur . Tvær ferðir hevur hann upplivað at brúdleyp verða løgd eftir, nær hann hevur tíð at koma og spæla. Spurdur um, hvat útgangsstøðið er fyri hansara tónleik, svarar hann, at tað er tað, sum kann fylla dansigólvið . Hoyr prát við Signar, umframt ein sang, sum hann syngur beinleiðis í sendingini Jóladagarnar verður vanliga nógv kjøt etið, ikki bara í Føroyum, men kring allan heimin. Men tað eru nøkur, sum hava valt tað frá at kunna eta kjøt. Veganar millum onnur. Men hvat eta tey so ístaðin. Tað og annað vildu vit finna útav, og tað hava vit verið á Tvøroyri og tosað við eina veganarafamilju, um. Tað eru nú liðin trý ár, síðan Paula Báralíð og Ragnar Thomsen valdu at gerast veganar, og tey trívast væl við avgerðina, sum millum annað er grundað á misnøgd við vantandi djóravælferð. Tey búðu í Danmark, tá tey gjørdu av at broyta lívsstíl, men nú eru tey flutt heim og búgva á Tvøroyri. Hoyr innslagið her. Mynstrið í avtaluni er framvegis, at Føroyar lata Russlandi uppsjóvarfisk í føroyskum sjógvi, afturfyri at Føroyar fáa botnfisk og rækjur í russiskum sjógvi, sigur Fiskimálaráðið. Lívfrøðiliga ráðgevingin fyri næsta ár er, at veiðan eftir toski og hýsu skal minka. Føroyska toskakvotan í russiskum sjógvi í 2019 verður 15.690 tons, og hýsukvotan verður 1.569 tons. Tilsamans lækkar føroyska toska og hýsukvotan í russiskum sjógvi 6,6 prosent. Rækjukvotan verður 5.000 tons, og hon er óbroytt. Fiskimálaráðið hevði annars væntað, at rækjukvotan fór at minka, tí fleiri og fleiri skip eru farin at fiska rækjur í Barentshavinum. Russiska kvotan av svartkjafti í føroyskum sjógvi verður óbroytt næsta ár. Hon er 81.000 tons. Haraftrat sleppur Rusland eisini at fiska nakað av svartkjafti í Føroyum við kvotu, sum landið hevur fingið tillutað gjøgnum NEAFC. Hinvegin sleppa russar at fiska nakað minni av makreli og sild í føroyskum sjógvi næsta ár, sambært avtaluni, sum varð undirskrivað í Moskva í gjár. Mynstrið í avtaluni er framvegis, at Føroyar lata Russlandi uppsjóvarfisk í føroyskum sjógvi, afturfyri at Føroyar fáa botnfisk og rækjur í russiskum sjógvi, sigur Fiskimálaráðið. Lívfrøðiliga ráðgevingin fyri næsta ár er, at veiðan eftir toski og hýsu skal minka. Føroyska toskakvotan í russiskum sjógvi í 2019 verður 15.690 tons, og hýsukvotan verður 1.569 tons. Fiskimálaráðið hevði annars væntað, at rækjukvotan fór at minka, tí fleiri og fleiri skip eru farin at fiska rækjur í Barentshavinum. Harafturat sleppur Russland eisini at fiska nakað av svartkjafti í Føroyum við kvotu, sum landið hevur fingið tillutað gjøgnum NEAFC. Hinvegin sleppa russar at fiska nakað minni av makreli og sild í føroyskum sjógvi næsta ár, sambært avtaluni, sum varð undirskrivað í Moskva í gjár. Kommunurnar fingu heimild til at skráseta leigubústaðir við nýggju leigulógini, men tær hava ikki tikið av møguleikanum um at fara undir at skráseta leigumál, sum lúka krøv um brunatrygd. Eftirspurningurin eftir bústøðum er ovurhonds stórur, men lítlar og ongar treytir eru settar til leigubústaðir. Hetta ger, at nógvir leigubústaðir eru sera vánaligir og í summum førum hættisligir. Mynstrið í avtaluni er framvegis, at Føroyar lata Russlandi uppsjóvarfisk í føroyskum sjógvi, afturfyri at Føroyar fáa botnfisk og rækjur í russiskum sjógvi, sigur Fiskimálaráðið. Føroyska toskakvotan í russiskum sjógvi í 2019 verður 15.690 tons, og hýsukvotan verður 1.569 tons. Tilsamans lækkar føroyska toska og hýsukvotan í russiskum sjógvi 6,6 prosent. Rækjukvotan verður 5.000 tons, og hon er óbroytt. Fiskimálaráðið hevði annars væntað, at rækjukvotan fór at minka, tí fleiri og fleiri skip eru farin at fiska rækjur í Barentshavinum. Russiska kvotan av svartkjafti í føroyskum sjógvi verður óbroytt næsta ár. Hon er 81.000 tons. Haraftrat sleppur Rusland eisini at fiska nakað av svartkjafti í Føroyum við kvotu, sum landið hevur fingið tillutað gjøgnum NEAF C. Hinvegin sleppa russar at fiska nakað minni av makreli og sild í føroyskum sjógvi næsta ár, sambært avtaluni, sum varð undirskrivað í gjár. Eg má flenna nú, tí hatta er akkurát eg. Har eri eg, sum man sigur Guilty as charged , tí eg brúki altíð míni foreldur . Soleiðis sigur Katrin Kallsberg til brævið, har lurtari spyr, um pensionistar ikki skulu hava frið, og ikki bara ansa teirra ommu og abbabørnum. Hini brøvini eru um eina mammu, sum letur sonin bíða í bilinum, meðan hon fer í ein handil, og eina unnustu, sum hyggur í fartelefonina hjá sjeikinum. Tvístøðan er um nakrar starvsfelagar, sum hava valt at geva hvørjum øðrum jólagávu. Nú hevur tann eina hoyrt, at hon fær ein gamla jólagávu, sum starvsfelagin ikki skoytti um. Hetta er næst størsti vinningurin, sum nakrantíð er vunnin í Danmark. Størsti vinningurin var í 2015, tá ein vinnari fekk 315 milliónir krónur. Talan er um ein mann frá Kalundborg, og hann er sera ovfarin, siga Danske Spil við Ritzau. Meira vilja tey ikki siga um hepna vinnaran. Løgreglan brúkar millum annað táragass móti teimum mongu túsund, sum eru farin út á gøturnar at mótmæla millum annað hægri avgjøld á brennievni. Fleiri hundrað fólk eru handtikin í ófriðinum. Danska uttanríkisráðið mælir dønum í Fraklandi frá at nærkast mótmælistiltøkunum í París og øðrum fronskum býum í dag, tí stórur vandi er fyri harðskapi. Løgreglan hevur funnið skímaskur, petangkúlur og vápn í bilum nærhendis økinum við Champs lys es og sigursboðan, siga tíðindafólk hjá Danmarks Radio, sum eru í París. Eini 89.000 løgreglufólk eru á gøtunum í dag tað er tvær ferðir so nógv sum seinasta leygardag. Hetta fyri at fyribyrgja, at mótmælini, eins og seinasta leygardag, elva til samanbrestir og oyðileggingar. Eftir ófriðin seinasta leygardag hevur franska stjórnin slakað og slept upprunaligu ætlanini um at hækka oljuavgjaldið, men ónøgdin er størri enn so. Tí hava fronsku myndugleikarnir fyrireikað seg til ógvusligam ófrið í dag. Onki nýtt er at finna í bústaðapakkanum hjá landsstýrinum. Og at framskunda byggingina av leiguíbúðum verður sera trupult, tí trot er á handverkarum. Bústaðarpakkin hjá landsstýrinum ger ilt verri, tí hann skeiklar kappingina og bindir føroyringar við láni til fleiri hundrað milliónir. Javnsetur landsstýrið heldur Bústaðir við privata vinnulívið varð bústaðartrupulleikin loystur uppá eitt ella tvey ár. Pensjónskassarnir eiga at seta sín pening í privata bústaðarbygging, og tað áttu eitt nú fakfeløgini, sum eiga L V at verið áhugaði í, heldur Jørgen Niclasen, formaðuri í Fólkaflokkinum. Bústaðapakkin hjá landsstýrinum fer at leggja stórt trýst á byggivinnuna, sum longu frammanundan er nógv sperd, sigur Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum. Ein onnur avleiðing verður, at hann eisini fer at leggja trýst á bústaðamarknaðin, tí vit noyðast at innflyta arbeiðsmegi, sum so skal hava onkrastaðni at búgva. Anders Brøns, sum var 68 ára gamal, varð í gjáramorgunin funnin lívleysur á sjónum í havnini í lborg. Seinni varð staðfest, at hann var deyður. Vikuskiftið hevur sum heild verið friðarligt, hóast nógv jólaborðhald hava verið hildin og nógv fólk hava verið í býnum, upplýsir vakthavandi á politistøðini í Havn. Løgreglan hevur tó um vikuskiftið fingið nógvar fráboðanir um fólk, sum eru dottin í hálkuni, har neyðugt annaðhvørt hevur verið at ringja eftir sjúkrabili ella hjálp til fólkini. Løgreglan gjørdi í gjárkvøldið og nátt ferðslukanningar kring alt landið. Ein bilførari í Norðoyggjum varð tikin fyri at koyra ávirkaður, og ein annar fær bót fyri at koyra við summardekkum. Løgreglan hevur eisini verið úti og kannað tey ymisku skeinkistøðini um landið, men har var einki at seta fingurin á, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn. Meira enn 1700 fólk eru handtikin eftir ringan ófrið í París um vikuskiftið, og meira enn 1200 fólk eru varðhaldsfongslað, sambært fronskum sjónvarpi. Fronsku myndugleikarnir meta, at umleið 10.000 mótmælisfólk gjørdu um seg í franska høvuðsstaðnum París í gjár, sambært Ritzau. Handlar vórðu rændir, eldur varð settur á bilar og smágrót kastað eftir løgregluni. Løgreglan svaraði aftur við at brúka táragass og vatnkanónir móti mótmælisfólkunum, og hevur higartil varðhaldsfongslað meira enn 1200 mótmælisfólk eftir ófriðin í gjár. Myndugleikarnir valdu í gjár at steingja handlar í París, steðga tokferðsluni og avlýsa fótbóltsdystir og konsertir. Tilsamans 89.000 løgreglufólk vórðu sett inn at basa ófriðinum, og bara í París vórðu 8.000 løgreglufólk sett inn. Sambært innanríkisráðharranum í Fraklandi fingu 135 fólk skaða í ófriðinum leygardagin. 17 av teimum særdu eru løgreglufólk. Mótmælisgongur vóru eisini aðrastaðni í Fraklandi í gjár. Sambært fronskum sjónvarp mótmæltu umleið 125.000 fólk ymsastaðni í Fraklandi. Ófriðurin í Fraklandi kemur í kjalarvørrinum av, at franska stjórnin millum annað ætlar at hækka prísin á brennievni. Sálmar 609 Mær er kensla í barmi 60 Hjá tær, mín Harri Guð, 33 Ævinnar faðir, við góðsku tú valdar 289 Eg veit eitt land, har vakurt er Vit varpa ljós á tríggjar einastandandi altjóða solistar íslendska Víkingur Ólafsson á klaver, norsku Vilde Frang á violin og bretsku Alison Balsom á trompet. Manningarfeløgini, umboð fyri ymsu skipabólkarnar, Reiðarafelagið og Havstovan eru boðsend á fund í Fiskimálaráðnum í morgin. Á dagsskránni er uppskot um at skerja fiskidagarnar næsta ár við 10 prosentum. Uppleggið er at meta sum ein roynd at finna semju millum partarnar, eftir at Havstovan um dagarnar hevur mælt landsstýrismanninum í fiskivinnumálum til at skerja fiskidagarnar munandi meira. Havstovan mælir til at strika allar óbrúktar fiskidagar og skerja írestandi dagar við 30 prosentum. 12.november boðaði Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, frá, at hann hevði tikið avgerð um at halda fram við fiskidøgum í eitt ár afturat. Sambært lógini um sjófeingi skuldu trolarar í bólki 2 og línuskipini í bólki 3 annars fara frá verandi fiskidagaskipan til eina kvotuskipan á nýggjárinum. Landsstýrismaðurin hevur tó enn ikki ásett talið av fiskidøgum fyri kalendaraárið 2019. Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, hevur alment boðað frá, at løgtingið fer í jólafrí 14. desember tað er fríggjadagin. Tí hevur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum nú skund. Bæði Fiskimannafelagið og Skipara og Navigatørfelagið mæla til at áseta sama fiskidaga tal næsta ár, sum í ár. Jan Højgaard og Annfinnur Garðalíð geva somuleiðis greitt til kennar, at teir teir helst vilja varðveita fiskidagaskipanina, eisini eftir 2019. Hoyr samrøðu við Jan Højgaard og Annfinn Garðalíð við at trýsta á pílin undir myndini. Herviligi ófriðurin í Fraklandi fýra tær síðstu vikurnar merkist ikki bara í gøtunum í landinum. Búskapurin hjá landinum fer eisini at merkja sviðan av ringa ófriðinum. Bruno Le Maire, ráðharri í fíggjarmálum, sigur í dag, at Frakland má rokna við, at mótmælini og ófriðurin síðstu tíðina nú eisini fer at raka búskapin hjá landinum. Vit mugu vænta niðurgongd í búskaparvøkstrinum í ár, orsakað av mótmælunum hjá Gulu vestunum, sigur ráðharrin í fíggjarmálum, sambært tíðindastovuni Reuters. Stjórnin í Fraklandi lovaði leygardagin at taka upp tingingar við mótmælisrørsluna Gulu vestarnir, men tað er ein rørsla uttan leiðarar, og tí er trupult hjá stjórnini at fáa tingingar í lag. Tilsamans 136.000 fólk tóku lut í mótmælisgongum í Fraklandi í gjár. Meira enn 1.700 fólk vórðu handtikin og 1.200 eru varðhaldsfongslað, sigur innanríkisráðið í landinum. Uppskotið at skerja fiskidagarnra ber brá av fávitsku og manglandi framtíðarhugsan fyri fiskarí undir Føroyum, sigur Bjarni í Skálum í sínum skund hoyringar svari til Fiskimálaráðið undan fundinum í morgin. Bjarni í Skálum er formaður í Felagnum Trolbátar í bólki 4T, sum stendur til at missa 113 fiskidagar, verður ætlanin hjá landsstýrismanninum at skerja fiskidagarnar 10 prosent veruleiki. Fyri trolbátarnar í bólki 4T merkir tað, at fiskidagarnir fara úr 1173 niður í 1060 dagar. Bjarni í Skálum vísir á, at fiskiárið 2005 2006 brúkti bólkur 4T 2443 dagar til at fiska góð 5100 tons av botnfiski. Tá vóru umleið 20 trolbátar í vinnu, og liviumstøðurnar hjá fiski vánaligar. Farna fiskiár brúkti sami skipabólkur 1111 dagar til at fiska 3400 tons. Tá vóru sjey trolbátar í vinnu, og liviumstøðurnar hjá fiski sera góðar. Hetta eigur at fáa Fiskimálaráðið at vakna og innsíggja, at dagatalið er blivið ov lágt, og um nøkur broyting skal gerast, mæla vit til at økja dagatalið til bólk 4T, soleiðis sum útlitini eru í dag, sigur Barni í Skálum í hoyringarsvarinum. Hoyr samrøðu við Bjarna í Skálum við at trýsta á pílin undir myndini Talan er ikki um tað stóru single hitt plátuna, men sum album var hon eitt stórt hitt við fyrstaplássi á bæði US Billboard 200 og UK Album Chart. Tað eru stakløgini frá útgávuni, sum Nile Rodgers og Bernard Edwards framleiddu. Teir eru kendir frá Chic, og havi eisini lagt tónleik til rættis fyri Madonnu, Daft Punk, Sister Sledge, Duran Duran og onnur. Við hesari fimtu útgávuni setti Gasolin nýggjar standardir fyri plátusølu í Danmark. Ongantíð fyrr hevði eitt navn selt fleiri enn 200 túsund útgávueintøk, men nógv fóru at koma seinni. Størstu broytingar í inntøkunum í 2019 eru, at inntøkurnar frá vanligum landsskatti verða mettar at verða 72 milliónir krónur størri, og inntøkurnar frá meirvirðisgjaldinum verða mettar at verða 45,5 milliónir krónur minni. Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, ger vart við, at grundarlagið fyri at meta inntøkur frá avgjaldi á fiskatilfeingi framhaldandi er í samsvari við uppskotið um veiðugjaldslóg, sum er til viðgerðar í løgtinginum í løtuni. Fyri ikki at ávirka prísásetingina á Posta, tað er, hvussu nógv landsstýrið væntar sær av søluni, eru inntøkur frá einskiljingini ikki tiknar við í uppskotið um fíggjarlóg fyri 2019. Eitt prosent av teimum 2,9 er lønarvøkstur, sigur landsstýrið í broytingaruppskoti sínum til uppskotið um fíggjarlóg fyri 2019, sum er í Fíggjarnevndini. Og hálvt prosent stendst av pensjónsnýskipanini, sum inniber størri inngjald frá landinum til Samhaldsfasta arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin, og at pensjón verður løgd afturat øllum lønarlíknandi almannaveitingum. Millum broytingarnar eru familjuískoytið, sum er tillagað og betrað, játtan verður veitt til at umsita kortmyndugleikan, sum skal yvirtakast, Hagstovan skal gera hagtøl um tey 17 heimsmálini hjá ST, størri játtan verður latin til at talgilda savnstilfar og Strandfaraskip landsins fáa størri játtan. Harafturat skulu pengar latast til íløgur í Tekniska skúla í Klaksvík, Hvalastøðina við Áir, bakkaverju í Kirkjubø, Tjóðsavnið og Skótadepilin á Selatrað. Vinnunevndin hjá løgtinginum er í trimum minnilutum í álitinum um uppskotið hjá Magna Laksafoss um at loyva bryggjaríunum at selja sína egnu vøru, tað er eisini sterkasta ølið, cider og brennivín. Jákup Mikkelsen, Helgi Abrahamsen og Bárður Kass Nielsen mæla frá at samtykkja uppskotið, tí tað fer at økja munandi atkomuna at rúsdrekka. Bjørt Samuelsen, Bjarni Hammer og Ingolf S. Olsen vilja broyta uppskotið, so tað verður broytt til bara at umfata øl og cider, sama hvør styrkin er. Á skránni verða framløga um ætlanir við felagnum, orðaskifti um ótolandi støðuna í sambandi við ljo ð og luftdálking og nevnd verður vald. Í skrivi fyrr í ár til Heilsu og Innlendismálaráðið, siga Lars Fodgaard Møller, landslækni, og Pál Weihe, yvirlækni, at slík ljóðdálking kann vera heilsuskaðilig. Og leiðreglur hjá WHO vísa á sterk prógv um, at óljóð er ein av størstu umhvørvisvandunum fyri bæði likamligu og sálarligu heilsuna hjá fólki. Tey siga eisini, at 10.desember, í dag, eru liðin 70 ár, síðani aðalfundur Sameindu tjóða samtykti heimsyvirlýsingina um mannarættindi. Tey, sum fyriskipa felagið Heimafrið og boða til stovnandi aðalfund í kvøld, eru Trina Elttør Eysturoy í Signabø, Sylvia Thomsen í Ánunum, Theodor E. Johannesen í Saltangará og Niels Midjord í Fuglafirði. Rúni Jacobsen, sum starvast á bóndagarði í Danmark, er djóravinur burturav. Ein av nógvu hønunum hja teimum, vildi ikki vita av sínum egnu eggum, og tað helt Rúni vera synd, so hann tók eggini í egna song. Lurtið eftir hvat hendi, tá Rúni Jacobsen her greiðir frá. Mai er kedd, hon hugsar, at hon er øðrvísi, hevði hon bara ættleidd til eitt nýtt heim, ikki bara tí, at mamman átti hana áðrenn. Tey ættleiddu børnini vóru ynskt, hevði tað bara verið hon. Emma snappar og ringir, tí hon finnur ikki Mai. Mai fortelur um tað, sum hendi á Staðnum, hvat dreingirnir høvdu sagt við hana. Emma sigur, at hon fer at slatra fyri Paula, sum er stjóri á Staðnum. Hon saknar ommuna og abban, hví skuldi hon koma her Hon minnist flogtúrin til Føroyar, og hvussu omman græt, og at hon hevur ikki sæð tey í fimm ár. Hon ynskir at síggja tey í summar, men soleiðis hevur hon tað hvørt ár. Emma kemur brestandi inn, og byrjar at tosa um tað, sum er hent, men tað vil Mai ikki, at mamman skal hoyra. Emma vil so fegin tosa meira um tað, sum er hent, síðani gongur hurðin og Jóannes kemur brestandi inn og sigur, at eitt barn er horvið í Vestmanna. Jóannes, sum er tíðindamaður hevur fingið frænir av tíðindum, sum ongin annar veit nakað um. Tað er strævið at vera ungur í dag, skrivar DR á heimasíðu teirra. Fleiri og fleiri ung stríðast við sálarligan mistrivna, stress ella tunglyndi. Hetta er í einum heimi undir konstantum broytingum, har avriksmentanin setur krøv til tann einstaka. Í Danmark hava tíggju ung tikið stig til royna at basa hesum. Tey hava latið Ellen Trane Nørby, heilsumálaráðharran í Danmark, ein bókling. Í bóklinginum standa níggju ráð um, hvussu vit betra um sálarheilsuna hjá ugnum. Ráðini fevna um alt frá tilvitskuna um sosialu miðlar, kropsfatan, upplýsing um mørkini hjá tí einstaka og lættari atgongd til sálarliga hjálp. Sí greinina um hetta her . Bjørk Teitsdóttir valdi ráðið, sum ljóðaði soleiðis Tað skal vera frírúm til børn og ung, har tað ikki skal avrikast ella præsterast. Annika Samuelsen valdið ráðið burtur úr teimum níggju, sum ljóðaði soleiðis Virðingin fyri mørkunum hjá tí einstaka skal styrkjast. Magni Laksáfoss ynskir eina broyting í rúsdrekkalógini, soleiðis at bryggjaríini sjálvi kunnu selja alla sína framleiðslu. Bríggjaríni í Føroyum hava sum nú er loyvið at selja sítt egna rúsdrekka, um tað er lægri enn 5,8 prosent. Rúsdrekka, sum er sterkari enn tað, hevur Rúsan einkarætt at selja. Jákup Mikkelsen, tingmaður fyri fólkaflokkin og limir í Vinnunevndini, er ein av minnilutunum, sum er ímóti uppskotinum. Jákup Mikkelsen vil vera við, at uppskotið ger tað meiri atkomiligt hjá føroyingum til sterkari rúsdrekka. Hann heldur, at hetta sostat elvir til, at rúsdrekkanýtslan fer at vaksa. Heimsyvirlýsingin um mannarættindi hjá ST varð samtykt 10. Desember í 1948 og fyllir sostatt 70 ár í dag. Hetta varpar Amnesty Føroyar eisini ljóð á við átaki á heimasíðuni hjá felagsskapinum, og á tiltakinum Skriva fyri lívi , sum Amnesty Ung skipar fyri á Reinsarínum í kvøld. Tí hóast tað eru 70 ár síðani, at yvirlýsingin um mannarættindi var samtykt í kjalarvørrinum á seinna heimsbardaga, eru hon framvegis háaktuel, halda Katrin á Neystabø, aðalskrivar í Amnesty Føroyar og Annika Malunardóttir. Tað er týðandi áhaldandi at tosa um og varpa ljós á mannarættindi , søgdu Katrin og Annika, tá vit tosaðu við tær um, hvussu Amnesty arbeiðir við mannarættindum, hvussu støðan er viðvíkjandi mannarættindum í Føroyum, og um heimsyvirlýsingin framvegis hevur týdning. Mannarættindayvirlýsingin og mannarættindi Heimsyvirlýsingin varð samtykt trý ár eftir, at Sameindu tjóðir vóru stovnaðar í kjalarvørrinum eftir seinna heimsbardaga. Í henni eru 30 punktir, sum samanumtikið snúgva seg um 1. Rættin til lív, frælsi og trygd. 2. Rættin til føði, klæði, hús og heim, og til arbeiði, løn og ogn. 3. Rættvísar lógir og rættargangur. 4. Rættin til frítt at trúgva, hugsa og tala. Heimsyvirlýsingin er ein yvirlýsing og tí ikki løgfrøðiliga bindandi fyri limalondini. Men arbeiðið við at skapa bindandi altjóða reglur um mannarættindi er ment gjøgnum árini, og í dag eru nýggju høvuðs sáttmálar í ST, tá umræður mannarættindi. Altjóða semjan um borgarlig og politisk rættindi 1966 Altjóða semjan um búskaparlig, sosial og mentanarlig rættindi 1966 Sáttmálin um at basa øll sløg av mismuni móti kvinnum 1981 Altjóða semjan um at basa øll sløg av mismuni vegna rasu 1969 Sáttmálin um rættindini hjá børnum 1990 Sáttmálin móti píning og aðrari ræðuligari, ómenniskjasligari ella mannminkandi viðgerð ella revsing 1987 Sáttmálin um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek 2008 Sáttmálin um at verja rættindi hjá øllum gestaarbeiðarum og familjulimum teirra 2003 Sáttmálin um at verja allar persónar frá tvungnari hvørving 2010 Føroyar eru fevndar av sjey teimum fyrstu sáttmálunum, men eru ikki fevndar av sáttmálanum um at verja rættindi hjá gestaarbeiðarum, ella sáttmálanum um at verja persónar frá tvungnari hvørving. Millum nógvu broytingarnar í fíggjarlógini, sum Fíggjarmálaráðið hevur sent Fíggjarnevndini, eru tvær játtanir til Skótadepilin, 750.000 krónur til raksturin og tríggjar milliónir til at bygga út fyri. Biðið verður um, at 100.000 krónur verða latnar afturat til Vørn, tí neyðugt er at halda mastur og útgerð á Sornfelli viðlíka fyri at kjarnorkutilbúgvingin kann verða virkin. Men tey, sum eru í útbúgving, brúka ikki so nógv. Nýtslan í ár sigur, at játtanin til lestrarstuðul kann minka hálva triðju millión í 2019. Kommunur í Eysturoynni vilja ikki longur vera við í serflutningskipan landsins. Landið sparir 500.000 krónur har. Og ætlanin er sum skilst at hava fleiri prestar í Hoyvík. Biðið verður um, at játtanin til Kirkjugrunnin hækkar 300.000 krónur í sambandi við prestsetan afturat til prestagjaldið í Hoyvík. Danir skilja støðuna soleiðis, at bíðast skal eftir arbeiðsbólkunum við umboðum fyri føroyskar og danskar myndugleikar, sum eru settir at fyrireika yvirtøkuna, ein er fyri landkort og ein fyri sjókort. Løgmansskrivstovan hevur eina aðra fatan. Hon sigur, at bólkarnir skulu fyrireika sjálva yvirtøkuna, ikki avgerðina um yvirtøkuna. Í dag eru 70 ár liðin síðani hesin altjóða sáttmáli varð settur í gildi. Men í dag anno 2018 hevur hann enn týdning fyri slóðan fyri friði. Tað sigur Súsanna Jógvansdóttir Golan, stjórnmálafrøðingur. Orsøkin er, at hann leggur lunnar undir eitt ávíst moralskt støði, sum altjóða heimurin skal fyrihalda seg til, sigur Súsanna Jógvansdóttir Golan, stjórnmámafrøðingur. Verk úr Føroyum, Amerika, Onglandi og Russlandi. Vit hoyra verk úr nýggju fløguni Voyage hjá Óla Jógvanssyni, og verk eftir John Adams, Edward Elgar og Dimitri Schostakovich. Sjúrður Skaale og Jógvan Skorheim hava útgivið hvør sína politiska bók til jóla. Nón bað teir ummæla bøkurnar hvør hjá øðrum, og teir samdust um at geva hvørjum øðrum líka nógvar stjørnur. Formaðurin í Sjálvstýri, Jógvan Skorheim, greiðir frá sínum politisku tonkum í bókini Tann føroyski samleikin , og hvussu hann sær gongdina og møguleikarnar í samfelagnum. Hann roynir eisini at staðseta Sjálvstýri í miðjuna í føroyskum politikki. Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur givið út bókina Skerpikjøt , har hann leggur fyri við at hugleiða um tað at stremba eftir valdinum, og hvat tað kann gera við fólk, tá tey gera tað. Annars er bókin ein bótasúpan av greinum og røðum, hann hevur hildið. Hoyr teir báðar tosa um politiskar bøkur, politiskar avbjóðingar, og hvat teir halda um bøkurnar hjá hvørjum øðrum. Tilboðið frá Novo Nordisk grunninum um eina diabetis miðstøð í Føroyum hevði lyft alla diabetisviðgerð upp á eitt heilt annað stig Tað sigur Jens Andreassen, serlækni við ábyrgd av allari diabetisviðgerð í Føroyum. Líka so ovfarin, hann var av tilboðnum frá Novo Nordisk grunninum, líka so vónbrotin er Jens Andreasen av svarinum úr Heilsumálaráðnum. 23. november boðaði Heilsumálaráðið grunninum frá, at tikið verður ikki av tilboðnum. Jens Andreassen gevur greitt til kennar, at hann hevur trupult við at svølgja noktandi svarið úr Heilsumálaráðnum til Novo Nordisk grunnin. Fleiri enn 3000 føroyingar hava diabetis, nógv tey flestu typu 2. Sambært Jens Andreassen eru fylgisjúkurnar av diabetis nógvar. Tørvurin á eini diabetis miðstøð er tí sera stórur. Við útvarpið fríggjadagin segði Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, at politiska skipanin fyrst noyðist at taka støðu til prinsippið um, at ein privat heilivágsfyritøka fær ein lim í stýrið fyri eina viðgerðarstøð í Føroyum, í føroyska sjúkrahúsverkinum. Ein sjálvfylgja at Novo Nordisk grunnurin, sum kemur við pengunum, eisini fær eitt umboð í stýrið, heldur Jens Andreassen, sum als ikki sær sama vanda sum landsstýriskvinnan. Jens Andreassen leggur dent á, at sjálvandi skulu myndugleikarnir ikki lata ein milliarda grunn stýra okkara heilsuverki. Men tann vandin er ikki til staðar, hóast tikið verður av tilboðnum frá Novo Nordisk grunninum, heldur hann. Samanumtikið harmast Jens Andreassen um, at Heilsumálaráðið ikki hevur tikið tilboðið frá Novo Nordisk grunninum í størri álvara. Eitt minstakrav má vera, at tilboðið varð kannað og viðgjørt, heldur hann. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna við umhvørvismálum, fer til Poland í morgin at luttaka á ráðstevnuni. Vit høvdu gjarna vilja havt Sirið Stenberg í sjónvarpsstovuna í kvøld, men tað lá ikki fyri. Rættarnevndin hjá løgtinginum hevur biðið um at fáa freistina longda til í dag, 11. desember, at skriva álit um uppskotið hjá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, um bíligari streym til elbilar og hitapumpur. Pauli Trond Petersen, tingmaður í Tjóðveldi, vildi annars hava málið atkvøtt aftur í tingsalin úr Rættarnevndini, hóast álit tá ikki var skrivað. Níggju atkvøður vóru fyri at fáa málið aftur úr Rættarnevndini, og 16 vóru ímóti. Stóru flokkarnir í samgonguni atkvøddu hvør móti øðrum. Málið er gamalt. Tað varð lagt fram 25. september. Rættarnevndin hevur havt tað síðani 23.oktober, tá fyrsta viðgerð var í tinginum. Tað sigur Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, sum hevur svarað einum fyrispurningi frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, um samskipanina hjá Bygdaleiðum á leiðunum millum Havnina og Klaksvík. Men um tað skuldi verið so, at onkur partur av koyringini kundi verið betur samskipaður, eri eg altíð til reiðar til at hyggja nærri upp á hetta saman við Strandfaraskipum landsins, sigur Heðin Mortensen eisini. Strandfaraskip landsins hava roknað út, at koyringin, sum Kári P. Højgaard nevnir, kostar fýra milliónir og 850.000 krónur umframt meirvírðisgjald meira enn koyringin kostar nú. Hoyr sendingina her, Luttakarar, Rúni Jacobsen, Bjørk Teitsdóttir, Tóki G. Dalsgarð, Annika Samuelsen, Magni Laksafoss, Jákup Mikkelsen, Annika Malunardóttir og Katrin á Neystabø. Seinast hoyrdu vit, at ein drongur er tikin úr einum vogni í Vestmanna, mamman hevði lagt hann út at sova. Babyalarmurin var í vogninum. Men tá ið mamman kemur út í vognin, er ongin drongur. Øll eru skelkað. Heima hjá Mai gjørdu tey døgurða, og Emma, vinkona Mai át saman við teimum. Jóannes, sum er tíðindamaður kemur heim og vísir teimum eina káma mynd av einum lítlum barni við hvítum krúllum. Hetta er Olivur. Drongurin, sum er horvin. Hetta er beiggi Jákup, sum segði tey ljótu orðini við Mai hin dagin á Staðnum. Vit hoyrdu eisini, at Mai verður kedd, tá ið mamman sigur, at hon skal uppføra seg sum ein góð thailendsk genta. Tá fer hon at hugsa um ommu sína og abba sín í Thailandi, um hvussu lívið var har, hvussu glað mamman var, tá ið hon búði í Thailandi, tá var hon mild og blíð. Nú eru vit spent at hoyra meira, her kemur 7. partur av jólakalendarasøguni Flytifuglar. Elin á Rógvi skrivaði og Niclas Johannesen er tónasmiður. Finnur Hansen hevur framleitt tónleikin, og Høgni Fagraberg gjørdi ljóðmyndina. Vørn skal umsita henda marknað, har kvotupartar, árskvota, fiskidagar ella loyvi skulu handlast millum privatar aktørar í fiskivinnuni. Tað merkir, at øll boð verða latin inn í afturlætnum brævbjálva, og tey, sum bjóða, síggja ikki boðini hjá hvørjum øðrum. Prísurin fyri avhendað rættindi á almenna rættindamarknaðinum verður so ásettur eftir regluni um lægst vinnandi boð , sum merkir, at øll, sum koma upp í part, rinda sama prís. Heimildin at selja hesi rættindi á nýggja, almenna rættindamarknaðinum fevnir bæði um rættindi, sum verða avhendað endaliga, og um rættindi, sum verða avhendað fyri eitt ár í senn. Svenski Centerflokkurin fer ikki at stuðla Stefan Løfven sum forsætisráðharra, og tí er polittiska støðan framvegis ógreið, hóast valið til Ríkisdagin var fyri 13 vikum síðani. Centerflokkurin samráddist við Javnaðarflokkin, Umhvørvisflokkin og Liberala flokkin. Og ætlanin var, at Stefan Løfven skuldi halda fram sum forsætisráðharri. At stjórnarsamráðingarnar enn einaferð eru endaðar úrslitaleysar, kann hava við sær, at fyribilsfíggjarlógin, sum Stefan Løfven hevur lagt fyri Ríkisdagin, ikki verður samtykt, tí hvørki Centerflokkurin ella Liberali flokkurin siga seg fara at atkvøða fyri uppskotinum. Tí er ikki óhugsandi, at uppskotið til fíggjarlóg, sum Moderatarna og Kristiligi Fólkaflokkurin hava gjørt, verður samtykt við stuðli frá Svøríkisdemokratunum. Nú verður tosað um nýval í Svøríki, tí ein forsætisráðharri kann ikki verða sitandi, um hann fær ein meiriluta ímóti sær, og tað kann væl henda mikudagin, tá atkvøðast skal um uppskotið til fíggjarlóg. Stefan Løfven tapti eina atkvøðugreiðslu í Ríkisdegnum stutt eftir valið, og tað sama hendi hjá formanninum í Moderatarna, Ulf Kristersson, sum arbeiddi við at skipa stjórn. Formaðurin í ríkisdegnum, Andreas Norlen, sigur í dag, at hann fer at tosa við flokkarnar, og hann vísir ikki aftur, at Ríkisdagurin kanska enn einaferð skal atkvøða um Stefan Løfven sum forsætisráðharra. Løgtingið hevur samtykt uppskotið hjá Poul Michelsen, landsstýrismanni í vinnumálum, um at broyta skipanina soleiðis, at tøkugjaldið verður fimm prosent, tá altjóða marknaðarprísurin er 36 krónur ella hægri Broytingarnar hava við sær, at meira tøkugjald kemur í landskassan, tá laksaprísurin er góður, men inntøkan minkar skjótari, tá prísurin lækkar. Marner Jacobsen vísti í gjár aftur, at hann hevði ein leiklut, sum tann sterki maðurin, sum trumlaði alt í gjøgnum, sum hann vildi hava í gjøgnum sum forstjóri í gamla Eik. Vit kenna frá fleiri av teimum donsku bankunum, sum hava verið gjøgnum somu myllu, at har hevur verið ein sterkur maður, sum hevur koyrt sítt ígøgnum óansæð hvat. Heldur tú, at tú er ein sovorðin Soleiðis spurdi sakførarin hjá Marneri Jacobsen, Søren Lundsgaard. Seinnapartin í gjár var forstjórin í gamla Eik avhoyrdur, og hann vísti millum annað aftur, at nevndin í bankanum var ónøgd við stjórnina, tí hon ikki fyrireikaði málini nóg væl, sum annars er eitt uppáhald hjá Fíggjarligum Støðufesti. Við støði í fundarfrásøgnum frá nevndarfundum metir Fíggjarligt Støðufesti tað vera greitt, at nevndin er ónøgd við leiðsluna í bankanum, millum annað tí roknskapir mangla, og tí fleiri nevndarlimir siga seg vera ófyrireikaðar til at taka avgerð í málum. Odd Bjellv g, sum var næstformaður skal í eini fundarfrágreiðing hava sagt, at hann kennir eitt trýst á sær at viðgerða mál um lán, og spyr um tað er neyðugt at viðgera eitt aktuelt mál beinanvegin. Harfturat skal Odd Bjellbág hava sagt, at hann heldur okkurt er galið, tá listin av málum, sum skulu hyggjast ígjøgnum umaftur, er longur enn listin við málum, sum enn ikki eru viðgjørd. Starvsfólkaumboðið Tormund Joensen, viðmerkir somuleiðis, at tað ikki er nógv tíð til at seta seg inn í málini, og Mathea Hilduberg eftirlýsir, at skrivlig tilmæli verða løgd við í onkrum einstøkum máli. Einki trýst var á nevndini at viðgerða mál her og nú, og fundarfrásøgnirnar bera brá av eini aktivari og vælvirkandi nevnd, sum hevur rúm fyri at kjakast og siga sína hugsan. Tað, at fundarfrágreiðinganar endurgeva nógvar ymiskar meiningar, er bert eitt tekin um hetta, segði Marner Jacobsen millum annað. Brádliga var alt galið, og tað var sum um, at Fíggjareftirlitið hevði gjørt av, at bankin skuldi steingja, segði hann millum annað. Hann greiddi frá, at Fíggjareftirlitið brádliga tvífaldaði kravið um niðurskrivingar, og harafturat fekk bankin onga tíð at skaffa peningin. Stutt áðrenn høvdu fólk frá Fíggjareftirlitinum verið og mett um niðurskrivingarnar, og tað var enn innan fyri tað, sum bankin kláraði. Men so broyttist okkurt í atburðinum hjá Fíggjareftirlitinum, og tað komu boð frá ovastu rók um at tvífalda niðurskrivingarnar. Hetta var, tí fyrrverandi stjórin í Føroya Banka, Jørn Astrup Hansen, hevði tippað Fígjareftirlitið um, at okkurt var galið við Eik, segði Marner Jacobsen undir avhoyringini. Sakførarin hjá Marneri Jacobsen legði somueiðis dent á, at tað einans hevði kostað danska statinum 200 milliónir at latið føroyska móðurfelagið liva. Eitt skjal frá danska fíggjarmálráðnum vísir, at donsku myndugleikarnir mettu tapið við at lata báðar bankar fara á heysin at vera 800 milliónir, meðan tað hevði kostað statinum eina milliard, um man sá burtur frá veðhaldinum hjá føroyska móðurfelagnum yvirfyri danska Eik og lat føroyska bankan yvirliva. Danski bankin hevði eitt undirskoft upp á 719 milliónir, men føroyska móðurfelagið átti 520 milliónir í eginpeningi. Trupulleikin var, at føroyski bankin hevði bundið seg til at veðhalda fyri danska bankan, og so restaðu 200 milliónir í hjá føroyska bankanum. Tað vil siga, at bankin skuldi hava 200 milliónir í statsstuðuli. Skuldi Móðurfelagið verða fevnt av bankapakka eitt, mátti hann koyrast á húsagang áðrenn 1. oktober 2010, tá skipanin fór úr gildi. Og so var. Í næstu viku skal stjórin í Fíggjarligum Støðufesti, Henrik Bjerre Nielsen, avhoyrast, umframt hinir stevndu í málinum, Frithleif Olsen, fyrrverandi nevndarformaður í EIK, Odd Bjellv g, fyrrverandi nevndarformaður, og Bjarni Olsen, fyrrverandi stjóri í EIK banka. Skjótt verður møguligt hjá føroyingum at varðveita danska ríkisborgararættin, sama um tey flyta til eitt annað land uttan fyri ríkið og gerast ríkisborgarar har. Á sama hátt verða útlendingar, sum búgva í Føroyum, ikki noyddir at siga sín upprunaliga ríkisborgararætt frá sær fyri at gerast danskir ríkisborgarar. Amerikanski sendiharrin í Kina er boðsendur í uttanríkisráðið í Beijing at taka ímóti einum mótmæli ímóti, at fíggjarstjórin í kinesiska telerisanum, Huawei, er handtikin í Kanada. Hon kom fyri rættin fríggjadagin, tí ætlanin var at útflýggja hana til USA, men viðgerðin av amerikansku áheitanini varð útsett til í gjár. Óvissan um, hvussu tey 24 londini í OPEC fara at virka eftir avtaluni um at lækka søluna av olju, og um oljusølan úr USA fer at hækka, fær oljuprísin at lækka. Í gjár lækkaði oljuprísurin aftur, eftir at hann hækkaði seinast í farnu viku, eftir semjuna í OPEC um at minka um søluna av olju. Helena Dam á Neystabø er fjóðra kvinna, sum tekur sæti í formansskapinum í Løgtinginum. Tað er ikki ofta, at kvinnur eru við í formansskapinum. Undan Helena hava tríggjar kvinnur sitið í formansskapinum. Tær eru Marita Petersen, sála, úr Javnaðarflokkinum, Lisbeth L. Petersen úr Sambandsflokkinum og Katrin Dahl Jacobsen úr Javnaðarflokkinum. Sambært stýrisskipanarlógini skal Helena nevnast formaður á Tingsinsrøðarapalli. Um broyting skal gerast í stýrisskipanarlógini, skal tað samtykjast í tveimum tingsetum. Magni Laksafoss, sum er uttanflokkatingmaður, segði í Degi og Viku í gjárkvøldið, at hann hevur fingið pengar, 3,75 milliónir krónur., til Skótadepilin á Selatrað og samgongan tók undir við uppskoti hansara um, at bryggjaríini sleppa at selja sterkasta ølið, sum tey bryggja. Ruth Vang, forkvinna í Fíggjarnevndini, sigur, at samgongan í nevndini fer at skriva álit um fíggjarlógina í dag og andstøðan í morgin. Og har verður tað, til nevndin hevur fingið svarini frá Landsverki upp á teir 53 spurningarnar, sum Landsverk fekk frá Heðini Mortensen, landsstýrismanni, um verkætlanina at byggja skúladepilin í Marknagili. Mikudagin í síðstu viku fekk Fíggjarnevndin málini um at broyta verklagslógina og sjálvt eykajáttanaruppskotið aftur, tá triðja viðgerð var, hóast tey vóru samtykt við aðru viðgerð. Ósemja millum embætisfólkini í Fíggjarmálaráðnum og embætisfólkini í løgtinginum um, hvussu játtanarskipanin skal tulkast, gjørdi, at uppskotini endaðu aftur í Fíggjarnevndini. Fíggjarmálaráðið skrivaði til løgtingið, tá uppskotini vóru komin úr nevnd, at pengar, sum longu eru brúktir, koma fram um pengar, sum skulu brúkast. Við at hækka verklagslógina 28,4 milliónum og játta 14 milliónir í eykajáttan ætlaði Fíggjarnevndin at sleppa undan at játta tær 14 milliónirnar, sum Landsverk hevur brúkt í heimildarloysi og á tann hátt blástempla óheimilaðu meirnýtsluna. Føroyska U 21 landsliðið í fótbólti kom í bólk saman við Spania, Ísrael, Kasakstan, Makedonia og Montegro, tá lutakast var í Nyon í Sveis í dag. Vørðustíggjur fekk mennningarkvotu, tí felagið er í Sandoynni, og fiskurin, felagið fekk, skuldi avreiðast i Sandoynni fyrst og fremst. Økisrættarligu treytirnar í Sandoynni taldu nógv, hóast metingarnevndin, sum gjørdi tilmælið um menningarkvotur, segði, at virkisætlanin var ikki fullfíggjað. Tað sæst í svari til advokatin hjá felagnum frá Fiskimálaráðnum. Útvarpið hevur fingið innlit í svarið, sum er dagfest 3.desember. Men tá avtornaði, vóru reiðaríið og Sandoy Seafood ikki samd um treytirnar fyri at landa makrel og norðhavssild til virkið í Skopun. Vørðustíggjur skeyt upp, at menningarkvoturnar hjá felagnum vórðu minkaðar 20 prosent, og tey 80 prosentini, sum tá eru eftir, verða avreidd í Hvalba, sum eisini hevur fingið menningarkvotur. ørðustíggjur fekk mennningarkvotu, tí felagið er í Sandoynni, og fiskurin, felagið fekk, skuldi avreiðast i Sandoynni fyrst og fremst. Økisrættarligu treytirnar í Sandoynni taldu nógv, hóast metingarnevndin, sum gjørdi tilmælið um menningarkvotur, segði, at virkisætlanin var ikki fullfíggjað. Tað sæst í svari til advokatin hjá felagnum frá Fiskimálaráðnum. Útvarpið hevur fingið innlit í svarið, sum er dagfest 3.desember. Men tá avtornaði, vóru reiðaríið og Sandoy Seafood ikki samd um treytirnar fyri at landa makrel og norðhavssild til virkið í Skopun. Vørðustíggjur skeyt upp, at menningarkvoturnar hjá felagnum vórðu minkaðar 20 prosent, og tey 80 prosentini, sum tá eru eftir, verða avreidd í Hvalba, sum eisini hevur fingið menningarkvotur. Nú skal nevndin í felagnum Heimafriður skipa seg og fyrsta átakið hjá felagnum verður at vísa mynduleikunum á ymiskar loysnir, hvussu larmurin kann minkast. Í desember mánaða eru nógv jólahald og tiltøk kring landið. Og eisini á Sjúklingarhotellinum Tórshavn í Keypmannahavn royna tey at skapa ein heimligan jólahugna g fjálga tey um, tey sum noyðast at verða niðri á jólum vegna sjúku. Eitt av teimum afturvendandi tiltøkunum í desember mánaða er, at Húsakórið kemur at syngja nakrar føroyskar jólasangir. Hetta tiltaki verður í kvøld og føroysku sangirnir, føroyski jólamaturin og føroysku siðirnir hava stóran týdning, tá mann er staddur heimanífrá. Vit hava tosað við Beintu Dam sjúkrarøktarfrøðing á Sjúklingahotellinum um hvussu jólamánaðin verður hildin á hotellinum. Vit tosa eisini við Tóru Vestergaard kórleiðara í Húsakórinum um, hvønn týdning konsertin hevur fyri kórið, og hvørjar framtíðarlætlanir kórið hevur. Í innslagnum syngur Klaksvíkskórið Mín Jesus lat mítt hjarta fá , sum er ein av teimum sangunum, sum Húsakórið fer at syngja á Sjúklingahotellinum í kvøld. Og til síðst í innslagnum syngur Húsakórið sálmin O, lær okkum Harri at biðja . Allir óbrúktir dagar skulu takast inn, og ein triðingur av brúktum døgum skulu eisini takast inn. Tað er tilmælið frá Havstovuni til Fiskimálaráðið um fiskidagarnar fyri 2019. Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni, sigur, at tað kann tykjast ørkymlandi, at Havstovan mælir til at skerja fiskidagarnar munandi, nú stovnarnir eru við at koma fyri seg aftur, men tað er fyri at minka um veiðitrýstið, sum liggur í hægra lagi. Fyri alt fiskiárið 2016 2017, ið verður brúkt sum grundarlag fyri tilmælið hjá Havstovuni, vórðu 59 prosent av teimum tillutaðu fiskidøgunum brúktir. Framskrivingar fyri 2018 vísa, at umleið 68 prosent av døgunum í ár fara at verða brúktir. Havstovan metir, at nú meir er at fáa av toski og hýsu, er sannlíkt, at óbrúktir dagar gerast virknir, og tað kann hava við sær eitt hægri veiðitrýst og kann minka um tilgongdina av fiski, ið er á veg inn í stovnarnar. Mett verður eisini, at veiðievnini hjá eitt nú línuflotanum økjast í næsta ár. Metingin byggir á tað, at tað sær út at verða ein minking í náttúrligari føði á landgrunninum, og tað hevur oftast við sær, at fiskurin tekur betur á. Tí kann væntast, at ein størri nøgd verður fiskað í næsta ár. Tað leggur afturat einum veiðitrýstið, sum longu er í hægra lagi. Ein roynd varð gjørd í gjár at finna eitt felags tilmæli at handa landsstýrismanninum, men hon miseydnaðist. Uppleggið, ið fundurin skuldi taka støðu til, var ein niðurskurður á 10 prosent, ið landsstýrismaðurin Høgni Hoydal hevði lagt fram. Í mun til Havstovuna, mæltu øll vinnuumboðini frá at skerja dagar. Í niðurstøðuni frá fundinum í gjár siga vinnuumboðini, at spurningurin um at stilla fiskidagatalið eigur at verða viðgjørdur í síni heild, tá bólkurin næsta ár fer undir at viðgera umsitingarætlanir og annað í sambandi við at skipa fiskiskapin eftir botnfiski í føroyskum sjógvi. Avgerðin hjá Heilsumálaráðnum um at siga nei takk til tilboðið frá Novo Nordisk Grunninum um eina Steno diabetis miðstøð í Føroyum er ikki bara eitt vónbrot fyri tey, sum hava diabetis og fyri heilsustarvsfólk á diabetisøkinum. Avgerðing er eisini eitt stórt vónbrot fyri tey, sum granska innan føroyska heilsuverkið. Føroysk gransking fær ongantíð aftur ein tílíkan møguleika. Pengarnir úr Novo Nordisk grunninum eru somikið stórir, at teir lyfta alla heilsugransking upp á eitt heilt annað støði. Jan Rasmussen er lækni og Ph.D. og hevur síðstu stívliga 10 árini granskað innan fleiri øki í føroyska heilsuverkinum. Eftir at Novo Nordisk Grunnurin í vár bjóðaði seg fram í Føroyum, hevur Jan Rasmussen tosað við Jannik Hilsted, fyrrverandi læknastjóra á Ríkissjúkrahúsinum, sum nú hevur evstu ábyrgd fyri teimum játtanum til Steno verkætlanir, ið Novo Nordisk grunnurin letur pengar til. Eg legði fram ætlanina um eina stóra fólkakanning í Føroyum. Jannik Hilsted var sera jaligur og sannførdur um, at grunnurin vildi rinda fyri verkætlanina sum partur av einum Steno miðdepli í Føroyum, sigur Jan Rasmussen. Í skrivi 23. november til Novo Nordisk Grunnin skrivar Heilsu og Innlendismálaráðið, at aðalráðið ikki hevur áhuga fyri einum samstarvi. Bretski forsætisráðharrin, Theresa May, byrjaði rundferðina í Hollandi í morgun, har hon hitti hollendska forsætisráðharran, Mark Rutte. Eftir døgurða skal hon hitta týska samveldiskanslaran, Angelu Merkel. Tað var Theresa May sjálv, sum í gjár tók avgerð um at útseta atkvøðugreiðsluna av Brexit avtaluni í parlamentinum. Atkvøðugreiðslan skuldi vera í dag. Hon tók avgerðina, tí hon metti ikki, at hon fekk undirtøku fyri avtaluni í sínum egna flokki og als ikki í andstøðuni. Tá Theresa May seinnapartin hevur hitt Angelu Merkel, fer hon til Bruxelles, har hon fer at tosa við formannin í ES nevndini, Jean Claude Juncker. May segði í parlamentinum í gjár, at hon eisini ætlaði at hitta forsetan í ES, Donald Tusk, men tann fundurin er ikki váttaður alment. Tusk segði annars í gjárkvøldið, at Theresa May ikki fær nýggjar samráðingar um Brexit avtaluna. Fleiri politikarar í Evropa siga, at Theresa May í besta lagi kann fáa avtaluna snøggaða, men veruligar samráðingar vera ikki um avtaluna. Samstundis fær bretski forsætisráðharrin hvassar atfinningar frá nógvum pørtum í parlamentinum um handfaringina av samráðingunum við ES. Daily Telegraph endurgevur nakað av tí, sum fyrrverandi forsætisráðharrin, Margareth Thatcher, segði í 80 unum, tá hon segði, at tað ráddi um at standa stinn, tá harðast leikaði á. Eisini í Evropa undrast ríkisleiðararnir á, at hóast samráðingarnar um Brexit nú hava vart í meir enn tvey ár, so megnar Theresa May ikki at taka eina endaliga støðu. Eg eri ikki førur fyri at fylgja gongdini longur. Tað, sum nú hendir, fer bara at gera støðuna verri, skrivar fyrrverandi belgiski forsætisráðharrin og núverandi limur í Evropatinginum, Guy Verhofstadt. Hugskotið kom í vikuni at royna eina nýggja útvarpsrás. Og av tí at fleiri av okkara lurtarum ynskja meira jólatónleik, var hetta eitt upplagt høvi at royna netrásina, sigur Ivan Niclasen, stjóri. Rásin liggur tøk á heimasíðuni hjá Kringvarpi Føroya. Hon kann hoyrast við at trýsta á leinkið 24 7 Jólatónleikur , sum liggur á høgra bredda. Tilsøgnin um menningarkvotuna til Snarfrost, er galdandi í fýra ár. Tað er tó ikki gjørligt at fiska alla kvotuna, ið felagið fekk tilsøgn um í ár, tí so langt er útliði. Fiskimálaráðið sigur í dag, at hóast tað ikki stendur í tilsøgnini, at kvotan kann flytast yvir í næsta ár, so er tað ikki útilokað. Fiskimálaráðið viðgerð í løtuni flytingar av kvotum. Landsstýrismaðurin í uttanríkis og vinnumálum, Poul Michelsen, fer fyrsta dagin at biðja løgtingið um loyvi til at siga Hoyvíkssáttmálan upp. Uppskot til samtyktar um heimild at siga upp Hoyvíkssáttmálan varð sent til hoyringar í gjár. Hoyringarfreistin er sera stutt. Hon er til middags í morgin. Men lógin um sjófeingi verður ikki broytt. Útlendingar skulu úr fiskiflotanum í Føroyum sum frá líður, íslendingar fingu sjey ára skiftistíð. Landsstýrið hevur í brævi til íslendsku stjórnina 30. november gjørt greitt, at eydnast ikki at tillaga Hoyvíkssáttmálan, kann verða talan um at siga sáttmálan upp. Fær landsstýrismaðurin í uttanríkis og vinnumálum heimild frá løgtinginum til at siga upp Hoyvíkssáttmálan, kann fráboðan um uppsøgn verða send íslendsku stjórnini í seinasta lagi 31.desember í ár. Endamálið við uppsøgnini er ikki at koma í ta støðu, at als eingin sáttmáli skipar viðurskiftini og serliga handilin millum Ísland og Føroyar. Landsstýrið fer at virka fyri at fáa semju við íslendsku stjórnina um nýggjan sáttmála fyri at tryggja, at samhandilin millum partarnar kann halda fram, samstundis sum samsvar er millum sáttmálagrundarlagið og føroyska lóggávu. Forsætismálaráðíð hevur sett av 25 milliónir krónur næstu fýra árini til at styrkja kunnleikan hjá teimum ungu í ríkisfelagsskapinum um hini bæði londini í ríkinum. Pengarnir skulu brúkast til námsferðir, stuðul til ung, sum fara í háskúla, heimildarfilmar, útbúgving og til kappingar um serritgerðir í hægri útbúgvingum. Danska stjórnin fer eisini at royna at fáa kunnleika um ríkisfelagsskapin í danska fólkaskúlan, har kunnleiki um ríkisfelagsskapin skal verða kravdur. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, tvíheldur um, at hon hevur ikki tikið nakra endaliga avgerð um tilboðið frá grunninum, sum bæði letur upp fyri at gera eina diabetis miðstøð í Føroyum og lata stórar upphæddir til gransking innan føroyska heilsuverkið. Í brævi úr Heilsu og Innlendismálaráðnum til Novo Nordisk grunnin 23. november sigur ráðið, at tað í løtuni ikki vil arbeiða víðari við uppskotinum um samstarv við Novo Nordisk grunnin. Brævið vekir undran í føroyska heilsuverkinum. Jens Andreassen, serlækni í diabetis, Jan Rasmussen, lækni og granskari og Maibritt Skoradal, forkvinna í Diabetisfelagnum, hava um dagarnar øll undrast á svarið úr Heilsumálaráðnum til grunnin. Eftir teirra tykki er tilboðið frá Novo Nordisk grunninum ein fongur, bæði fyri diabetis viðgerð í Føroyum og fyri føroyska gransking. Tey standa spyrjandi, hví tey ikki eru hoyrd, áðrenn Sirið Stenberg sendi svarið avstað úr Heilsumálaráðnum. Í longri samrøðu eftir tíðindini í gjárkvøldi svaraði Sirið Stenberg kritikkinum. Hoyr samrøðuna við Sirið Stenberg við at trýsta á pílin undir myndini. Nýggi forsetin í Meksiko, Lopez Obrador, tekur nú fyrsta stigið at halda síni vallyfti. Hann hevur lækkað lønina hjá forsetanum úr 87.000 krónum um mánaðin niður í 35.000 krónur í okkara peningi. Nýggja lógin um at lækka lønirnar hjá almennum starvsfólki skal góðkennast av dómarum í hægstarætti, men lógin er longu víst aftur. Tað ber ikki til, at dómararnir, sum forvinna 190.000 krónur um mánaðin, sjálvir skulu gera av, um teir framvegis skulu fáa so stóran løn, sigur Lopez Obrador. Forsetin vil eisini hava størri gjøgnumskygni í almennu lønunum, so almenningurin fær at vita, hvat skattapeningurin verður brúktur til. Otto Warmbier var ein amerikanskur lesandi, og hann doyði í juni í 2017 eftir at hava sitið fangi í Norðurkorea í umleið hálvt annað ár. Tiltøkini bera í sær, at hald verður lagt á virði hjá teimum trimum norðurkoreanarunum í USA, og teir sleppa heldur ikki at gera avtalur við nakran í USA. Bretski forsætisráðharrin, Theresa May, var í gjár í Berlin og loddaði dýpið, nú tað er vorðið greitt, at bretska parlamentið ikki tekur undir við Brexit avtaluni, sum hon sær út í løtuni. Merkel hevur sagt konservativum floksfeløgum í kvøld, at hon á fundinum við Theresu May segði, at hon dugir ikki at síggja, at fleiri samráðingar kunnu verða um avtaluna. Vit hava sagt, at avtalan um at fara burtur úr ES verður ikki latin uppaftur, segði samveldiskanslarin sambært týsku tíðindastovuni, DPA. 25. november góðkendu ríkis og stjórnarleiðararnir á einum ES toppfundi avtaluna, sum bretar og ES gjørdu eftir samráðingar í hálvt annað ár. Ætlanin var, at bretska parlamentið skuldi atkvøða um Brexit avtaluna í kvøld, men í gjár avgjørdi Theresa May at útseta atkvøðugreiðsluna, tí hon staðfesti, at meiriluti var ikki fyri avtaluni. Hon skal eisini hitta eysturríkska kanslaran, Sebastian Kurz, og í dag fer Theresa May at hitta írska forsætisáðharran, Leo Varadkar. Tað var í fleiri førum tað, sum sakførarin hjá Fíggjarligum Støðufesti, Claus Juel Hansen, fekk burturúr sínum spurningum, tá hann royndi at grava í manglandi samskipan í gamla Eik bankanum í sambandi við tilmæli um fígging ella mangul uppá sama í samband við milliónaverkætlanirnar Sydporten og RGW, tá hann avhoyrdi Marner Jacobsen fyrrverandi forstjóra í Eik í gjár. Uppáhaldið hjá Fíggjarligum Støðufesti er millum annað, at føroyski bankin ikki sjálvur viðgjørdi tilmælini um milliónafíggingina til nevndina, men bara undirskrivaði tilmælini, sum danski bankin hevði gjørt í samband við verkætlanirnar Sydporten og Rømø Golf og Wellness Center, sum eisini vóru fíggjaðar í danska Eik. Sakførarin vildi vita, hví tað í summum førum var stjórin, Bjarni Olsen, og ikki Marner Jacobsen sjálvur, sum skrivaði undir føroysku skjølini í málunum. Svarið var, at Marner Jacobsen, sum var nevndarformaður í danska Eik og stjóri í føroyska bankanum, ikki kundi skriva undir, tí so sat hann báðu megin borðið. Hann var tó kunnaður um tað og tók undir við tí. Manglandi systematikkur í hvør skrivar, og hvat er útfylt á formligu skjølunum, var somuleiðis eitt evni, sum Fíggjarligt Støðufesti hefti seg við. Fundarfrágreiðingar, har nevndin í bankanum fílist á ov lítla tíð til at viðgera mál, og mál, har tilmælið ikki kemur til nevndina yvirhøvur, vórðu eisini tikin fram. Men akkurát hví og nær okkurt skjal varð undirskrivað og ikki varð undirskrivað nær eitt timæli um fígging var á skrá hjá nevndini samanborið við, nær tað varð undirskrivað av formanninum afturi í 2005, er ilt at minnast í dag. Í fleiri førum var tað svarið, sum Claus Juel Hansen mátti taka til takkar við. Í fíggingarleistinum í sambandi við Sydporten, har BRF Kredit skuldi standa fyri 27 milliónum, Eik Grunnurin fyri 27 og Eik banki fyri 27, skal Eik grunnurin harafturat veðhalda fyri 92,5 milliónir í fall av, at BRF kreditt líður tap. Hesar 92,5 milliónir, sum BRF seinni gjørdi krav uppá, verða tó fluttar yvir í Eik banka, men eingin nevndarviðgerð er av hesum, staðfesti sakførarin hjá Fíggjarligum Støðufesti út frá fundarfrágreiðingum. Hinvegin kemur tað seinni fram í eini fundarfrágreiðing, at játtanin av veðhaldinum upp á 92,5 milliónir verður staðfest á nevndarfundi, vísti sakførarin hjá Fíggjarligum Støðufesti á. Fyrrverandi forstjórin var somuleiðis tráspurdur um, hvussu nógv hann visti um fortíðina hjá manninum aftanfyri Sydporten verkætlanina, Vagn Andersen, sum hevur ein gamlan dóm fyri at smugla yvir 100 kilo av hassji. Nær visti hann tað, og hvat kunnaði hann nevndina um. Í næstu viku verða stjórin í Fíggjarligum støðufesti, Henrik Bjerre Nielsen, og hinir stevndu í málinum, Frithleif Olsen, fyrrverandi nevndarformaður í Eik, Odd Bjellv g, fyrrverandi næstformaður, og Bjarni Olsen, fyrrverandi stjóri í Eik banka, avhoyrdir. Franska løgreglan jagstrar framvegis ein mann, sum skeyt frá hond í einum jólamarknaði í miðbýnum í Strasbourg í gjárkvøldið, og talan er um yvirgang, skriva altjóða tíðindastovur. Løgreglan hevur tvær ferðir í nátt verið í skotbardaga við mannin, sum verður hildin at vera gerningsmaðurin, men í báðum førum er hann sloppin til rýmingar. Alt økið kring jólamarknaðin varð byrgt av, og fólk vórðu biðin um at halda seg innandura, men í morgun er útgonguforboðið sett úr gildi. Edouard Philippe, forsætisráðharri, hevur mannað eitt kreppuráð við umboðum fyri ymsu ráðharrastovurnar, og Macron, forseti, verður eisini javnan kunnaður um støðuna. Evropatingið hevði fund í Strasbourg í gjár, men eftir atsóknina at jólamarknaðinum varð fundurin slitin, og tingfólkini vórðu biðin um at ikki at fara úr bygninginum. Jólamarknaðurin í Strasbourg er ein tann størsti av sínum slag yvirhøvur, og umleið tvær milliónir fólk vitja marknaðin í jólamánaðinum. Tórshavnar Býarsavn yvirtók í oktober privata býarsavnið hjá Birgari Johannesen, og leiðari varð settur í august í ár. Higartil hevur Býarsavnið lagt stórstan dent á gransking og at skriva Havnar søgu , men ætlanin er nú at fara at hava fleiri framsýningar við lutum. Í løtuni hevur savnið eina sonevnda pop up framsýning í auluni í Finsen, og málið hjá savninum er at hava tvær framsýningar um árið. Býarsavnið hevur ikki hóskandi framsýningarhølir, og noyðist tí at hava framsýningarnar í ymsum hølum, men Margretha Nónklett, leiðari á býarsavninum vónar, at kommunan skjótt finnur hóskandi hølir til savnið. Tíggjunda Myndaódnin í Steinprenti lat upp 7. desember. Framsýningin Myndaódnin er eitt slag at listarligum yvirliti yvir árið, ið fór í Steinprenti. Men í ár eru fleiri verk gjørd beinleiðis til framsýningina og tey flestu av verkjunum eru gjørd seinasta mánaðin. Og framsýningin er fjølbroytt, og gevur støðumynd av samtíðarlistarliga virkseminum hjá fleiri av okkara dugnaligastu listafólkum, heldur Dagmar Malenu Winther, sum vit vitjaðu framsýningina saman við í gjar. Nógv virksemi hevur verið í Steinprenti í ár, og listafólkini arbeiða áhladandi við nýggjum teknikkum, og tað er sera mennandi og gevur íblástur, heldur Jan Andersen, leiðara í Steinprenti. Tað er Kinna Poulsen sum hevur kuratera framsýningina, sum hevur verk eru eftir bæði føroyskum og útlendskum listafólkum. Tey eru Hansinu Iversen, Randi Samsonsen, Onnu Sepp l , Fríðu Matras Brekku, Bárði Oskarsson, Bárði Jákupsson, Rannvá Kunoy, Hanna Bjartalíð, Claus Carstensen, Julie Sass, Louise Aakerman Nielsen, Tóroddi Poulsen, Erik Heide, Mariusi Olsen, Peter Carlsen og Zven Balslev. Vit varpa ljós á tríggjar einastandandi altjóða solistar íslendska Víkingur Ólafsson á klaver, norsku Vilde Frang á violin og bretsku Alison Balsom á trompet. Upprunaliga varð freistin at lata inn uppskot til navna og búmerkjakapping tilnýggja musikkskúlan í Havn klokkan 12 í dag, men kommunan hevur valt at úseta freistina tveir dagar, so møguleiki er framvegis at lata uppskot inn. Men í morgun vóru 70 uppskot um nýtt navn ella búmerki komin inn. Kommunan hevur sett í verk kappingina, fyri at fáa íblástur til, hvørt navnið hjá Tórshavnar Musikkskúla skal broytast. Kommunan hevur tó tryggja sær, at navnið ikki nýtist at broytast. Kjak hevur eisini verið um, hvørt orðið musikkur ella tónleikur er mest hóskandi og sigandi, og tað hava fólk ymsar áskoðanir um. Eisini Gunvør Balle, forkvinna í mentamálanevndini hjá Tórshavnar býráði, Andrea Heindriksdóttir, leiðari á Tórshavnar Musikkskúla og Sigurð Vang, deildarleiðari á mentamáladeildini hjá Tórshavnar kommunu. Núggi musikkskúlin verður umleið 2600 fermetrar. Stóra konserthøllin kann hýsa stórum framførslum við upp til 320 áskoðarum, og upp móti 800 næmingar verða knýttir at skúlanum. Eftir ætlan skal skúlin verða liðugur á sumri 2019, og er mettur at kosta 96,5 mio.krónur. Og sambært Gunvør Balle heldur bæði kostnaðar og tíðarætlan. Verðandi hølir hjá Musikkskúlanum eru ikki nøktandi, og Andrea Heindriksdóttir er sera glað um nýggju karmarnarn. Honvísur á, nýggju, flottu karmarnar hava við sær nýggjar møguleikar. Higartil hava fólk undir 21 ár verið undantikin í lógini um at spara saman til eftirløn, men so er ikki longur, og tey skulu nú eisini stovna sær eina eftirlønarkontu, sigur Taks . Ein kanadiskur dómstólur hevur avgjørt at lata fíggjarstjóran í Huawei, Wanzhou Meng, leysa móti veðhaldi, sum er 10 milliónir dollarar. Hóast Meng er latin leys móti veðhaldi, skal hon verða verandi í Vancouver, til støða er tikin til, um hon skal útflýggjast USA, har Meng er undir illgruna fyri at hava brotið reglur um tiltøk, sum USA hevur sett í verk móti Iran. Kanadiski dómarin hevur gjørt av, at fíggjarstjórin í Huawei skal lata pass og ferðaskjøl frá sær, og hon er eisini undir elektroniskum eftirliti. Trygdarfólk skulu fylgjast við henni, tá hon fer út fyri dyr í Vancouver, og Meng skal halda seg innandura frá klokkan 11 á kvøldi til klokkan seks á morgni. Bretski forsætisráðharrin, Theresa May, hevur ongar ætlanir um at leggja frá sær, hóast 48 konservativir parlamentslimir hava skrivað undir eitt uppskot um misálit á hana. Ein nýggjur floksleiðari fær ikki stundir at samráðast um Brexit av nýggjum. Fara vit nú at brúka vikur at stríðast móti hvør øðrum, elvir tað til meira spjaðing, sum bara gagnar andstøðuni, og tað hevur Bretland ikki áhuga fyri, segði Theresa May. Í gjár var forsætisráðharrin á rundferð í fleiri ES londum í eini roynd at broyta Brexit avtaluna. Í dag skuldi Theresa May hitta politisku leiðsluna í Dublin, men ferðin til Írlands varð avlýst, tí misálit er reist á forsætisráðharran. Konservativi flokkurin fer í kvøld at taka støðu til, um Theresa May framvegis skal vera forsætisráðharri og forkvinna í konservativa flokkinum. Vinnur Theresa May atkvøðugreiðsluna, heldur hon fram í minsta lagi eitt ár afturat, tí sambært reglunum ber ikki til at bjóða einum formanni av, fyrr enn eitt ár er farið. Verður Hoyvíkssáttmálin ikki sagdur upp nú á nýggjárinum, halda rættindini hjá íslendskum íleggjarum í føroyskum fiskiskipum fram eftir 1.januar 2025. Og tá semja ikki fekst um at laga Hoyvíkssáttmálan til eftir lógini um sjófeingi, er ikki annað at gera enn at siga sáttmálan upp, sigur landsstýrið. Sáttmálin sigur, at fyrimunir, sum íleggjarar ella tænastuveitarar hjá øðrum landinum hava fingið í hinum landinum, eru galdandi í minst fimm ár eftir, at sáttmálin fer úr gildi. Fyri íslendskar íleggjarar í føroyskum fiskiskipum merkir hetta, at teir hava krav uppá at varðveita galdandi treytir í minsta lagi í seks ár frá tí degi, sáttmálin er uppsagdur. Hóast løgtingið samtykkir, at Hoyvíkssáttmálin kann sigast upp, merkir tað ikki, at lógin, sum setti sáttmálin í gildi, fer úr gildi. Uttanríkis og Innlendismálaráðið ásannar, at tað kann vera óheppið, at Hoyvíkssáttmálin verður uppsagdur, samstundis sum landsstýrið strembar eftir at fáa í lag handilssáttmálar við onnur lond. Í royndunum at betra um handilsviðurskiftini við fremmand lond, verður stundum víst til Hoyvíkssáttmálan sum dømi um mest víðfevnda fríhandilssáttmála, sum landsstýrið hevur gjørt. Um Hoyvíkssáttmálin verður uppsagdur, og eingin annar handilssáttmáli kemur í staðin, verður avleiðingin, at GATT tollur verður lagdur á vørur, sum verða fluttar millum londini. Sáttmálin byggir á eina ætlan um at fremja búskaparligu viðurskiftini millum Ísland og Føroyar og at samskipa búskaparligu menningina í londunum báðum. Sáttmálin bindir Føroyar og Ísland saman í eitt felags búskaparøki, har sum vørur, tænastur, fólk og kapitalur kunnu flytast frítt millum londini bæði. Føroyski fiskiskapurin í Barentshavinum, byrjaði miðskeiðis í 30unum. Nógv er broytt hesi árini. Stórur munur er á teimum gomlu síðutrolarunum og teimum nútímans flakatrolararunum, ið nú royna í Barentshavinum. Fiskiskapurin í Barentshavinum hevur verið eitt sera gott ískoyti til føroyska búskapin. Hann fekk serliga stóran týdning í 70unum, tá fiskimørkini vóru flutt út. Nógvir føroyingar hava vunnið sær góða inntøku í Barentshavinum hesi árini. Men fáir munnu kenna tað so væl sum Benjamin Joensen úr Klaksvík, ið hevur fiskað í Barentshavinum síðani kríggið. Og fáir munnu vita so nógv sum fiskiskapin sum Svend Thulesen, ið hevur verið reiðari á fleiri av trolarunum, ið hava roynt í Barentshavinum seinastu 30 árini. Sigmar Bláberg og Bjarnheðin í Hoyvík hava gjørt sendingina. Ársins fyrsta leygardagssending í vetrarskránni. Eplafestivalur var á Sandi um vikuskiftið og sending er merkt av tí. Millum annað er Eyðfinn Jensen farin suður og hann tosar millum annað við Katrina Petersen, fyrireikara. Eisini hoyra vit Leif Sørensen, kokk, greiða frá, hví hann brúkar føroyskt grønmeti í sínari matstovu, og eisini hugleiðir hann um møguleikarnar fyri at økja framleiðsluna av føroyskum grønmeti. Vit eru eisini og vitja Mariu Dahl, sum ger tríggjar eplarættir. Umframt tað er eisini Also á skránni og nógvur góður tónleikur. Løgreglan, sum varðar av parkeringsvørðunum, sigur, at tað kann als ikki góðtakast, at parkeringsvørðarnir eru so illa mannaðir, at teir eru hóttir, tí teir kunnu ikki vera tveir í fylgi til tyngjandi uppgávur. Leygardagssendingin er her at hoyra í fullum líki. Ann Dahl Hansen, prestur, er kaffigestur, nú hon verður partur av Also panelinum, og aftaná prátið við hana, er Also á skránni, har Ann svarar spurningum frá lurtarum saman við Katrin Kallsberg og Sofus Hansen. Vit tosað við Hans Ravnsfjall um nýggja jólasangin, sum hann hevur gjørt, og fyrri partur av sendingini endar við spurnarkappingini. Í seinna parti er temaið veganarar. Vit tosa við Leif Sørensen og Gunndur Fossdal, sum báðir eru kokkar, um hvussu nógv eftirspurningurin eftir mati til vegetarar og veganarar er øktur. Eisini tosa vit við Paulu Báralíð og Ragnar Thomsen á Tvøroyri, sum fyri trimum árum síðan gjørdu av at leggja lívsstílin um gerast veganarar. At enda gera vit mat til vegetarar, veganarar og onnur saman við Oddvør Skarðhamar. Umframt tað er nógvur góður tónleikur á skránni. Vit eru stødd í Vestmanna og á Válinum. Her er nógv at finna útav. Tað seinasta vit hoyrdu var, at Emma og Mai lurtaðu eftir, hvat politiið segði, tá ið teir sótu og ótu á matstovuni. Tær fóru útum og settu seg at lurta. Teir tosaðu um innandura fótbólt og um eina skjótivenjing. Tær sita kaldar uttanfyri og fáa ikki nógv at vita, men tá ið Emma er á veg inn eftir babyalarminum, fáa tær at vita, at sjóðseyðamaðurin er funnin í Frankaríki. Pápi Emmu koyrir Mai heim, og hon fer at hugsa um pápa sín. Hann var fluttur til stórbýin. Mai saknar frukttrøðini og hitan og tað at hoyra til, hon saknar ommu sína og abba sín, sum vóru so góð við hana. Nú eru seks vikur síðani Olivur hvarv, og hann hevur havt 1 ára føðingardag. Politiið hevur ikki nógvar slóðir at elta, øll í bygdini eru við at missa vónina, og tey skipa fyri sangløtu á Reyða Torginum í Vestmanna. Mai bar eyga við svaka Egon, sum býr einsamallur í einum gulum húsi, sum standa einsamøll á ein trøð. Mai eygleiðir hann, seinast hon sá hann, var tann dagin Olivur hvarv, hann bar okkurt, sum hann tosaði við. Man tað vera Egon Lurtið nú her kemur 11. partur av leikinum Flytifuglar. Flytifuglar er jólakalendarasøga hjá barnaútvarpinum 2018. Vit er nú komin til 12. part av leikinum. Elin á Rógvi er rithøvundur. Niclas Johannesen er tónasmiður. Finnur Hansen framleiður tónleikin og Høgni Fagraberg ger ljóðmyndina. Í seinasta parti vóru vit á Reyða Torginum í Vestmanna, har var skipað fyri sangløtu. Mai heldur, at tað er so syrgiligt at vera har og fer heim. Tá ið hon kemur heim, luktar tað av thailendskum mati. Mamman ger mat til hennara thailensku vinkonur, sum koma til Vestmannar, og sum skulu eta saman úti hjá Sonni. Mamman argar Jóannes, tí hann mungar eftir vælangandi matinum. Tá kemur Mai at hugsa um, hvar mamman og Jóannes hittust á fyrsta sinni. Hon spyr og verður glað at hoyra, at tey møttust í Aarhuus og tað var romantiskt, sum hjá øllum øðrum og tað var ein góð søga. So tað passaði ikki, sum tey søgdu hin dagin á Staðnum. Hetta var eitt hugnaligt kvøld. Emma heldur ikki, at tað er svaki Egon, sum er orsøkin til, at Olivur er horvin, men hon vil hava Mai at siga tað við Jóannes. Mamman fer til Sonni og Jóannes fer til Bárð, og bæði vilja hava Mai við, men hon tímir ikki við, hon vil sjálv avgera, hvat hon brúkar sín frídag til. Hon hjálpir mammuni at bera matin út í bilin. Mamman man ikki hava lagt merki til, at hon ikki er farin innaftur í húsið, tí tá ið hon skal innaftur er stongt, og hon kemur í tankar um, at hon gloymdi at siga Jóannes um svaka Egon. Nú verður spennandi at hoyra lurtið tí her kemur 12. partur av jólakalendarasøguni Flytifuglar. Tað er kavi. Fyrstu ferð Mai sá kava var í Føroyum, hon hugsaði, hvussu tað hevði sæð út við kava í Thailandi yvir strondina, á húsunum og á fruktrøðunum. Meðan hon gongur uttanfyri við bátahylin, rópar Oda eftir henni, og spyr um hon kann ansa Miriam, meðan hon fer at keypa. Oda er blíð og sigur, at hon kann keypa okkurt til tær heimaftur við, afturvið einum drekkamunni. Tá ið Oda er farin, fer Miriam at grenja, hon roynir at práta við hana, at ugga hana, vísir henni bamsu, spegl, men onki hjálpir. Hon følir at blæan er vát og fer at skifta blæuna. Mai verður skelkað, tí tá ið blæan fer av, sær hon, at Miriam ikki er Miriam, men ein drongur. Í skápinum sær hon svarta hárlitingina og slættijarnið. Mai hugsar um kámu myndina av Olivur, sum hevur verið at síggja í bløðum, myndin av ljóst purluta dronginum, sum er horvin. Man hetta vera Olivur Mai er stødd inni hjá Odu, hon hevur funnið útav at Miriam ikki er Miram, Miriam er ein drongur. Hon letur hann í. Hon veit ikki hvat hon skal gera, hon fer niðan brekkuna, hon smárennur, men beiggin er tungur. Telefon liggur heima, og hurðin er stongd. Har er onki fólk nakrastaðni, hon tekur í hurðina á tveimum húsum, men har er stongt. Tá ið hon kemur omanaftur á vegin, sær hon eina konu við tveimum innkeypsposum. Tað er Oda Oda rópar á hana, men Mai vendir omanaftur, Oda sær, hvussu fjálturstungin Mai er. Mai finnur ongan útveg, hon er fangað, einasti møguleiki er at fara í jolluna í bátahylinum. Mai tekur eina ár, Oda skrykkir í árina, men Mai sleppur útfrá. Oda rópar og roynir at sleppa í jolluna, men jollan er longu tveir metrar burtur frá. Oda er frá sær sjálvari, og rópar, at hon vil hava gentuna, og Mai rópar, at Miriam ikki er ein genta og spyr um hon hevur stolið eitt barn. Mai er deyðarødd, um Oda kann gera sær okkurt. Fýra dagar fyri jól, týsdagin tann 20. december í 1988, stákaðust føroyingar til jóla. Fá mundu geva lágtrýstinum, sum dýptist sunnan fyri Ísland, gætur. Hanus Kjølbro, veðurfrøðingar, greiddi soleiðis frá í dokumentarinum frá 2013 um jólaódnina. Tíðindini í útvarpinum søgdu, at um kvøldið kundi roknast við stormi. Ongantíð varð nevnt, at tað kundi gerast kolandi ódn, sum tað bleiv. Harðast mátaða hvirlan varð máld klokkan 23.45, tá hon varð máld til 62 metrar um sekundið, og tá brotnaði eisini vindmátarin. Mett verður, at tá harðast leikaði á, vóru hvirlurnar munandi hvassari enn so. Hanus Kjølbro hevur skrivað bók um veðurlæru, og hann greiddi í dokumentarinum um jólaódnina frá, at dagin áðrenn ódnina, hildu veðurfrøðingar eyga við einum lágtrýsi, sum lá sunnan fyri Ísland. Men veðurfrøðingarnir mettu ikki, at lágtrýstið hevði kós móti Føroyum. Hildið varð, at lágtrýstið fór at ferðast í ein landnyrðing og sostatt hvørgan raka Føroyar ella Ísland. Men so var ikki. Tað, sum væntað varð av lágtrýstinum, hendi als ikki. Á alarmsentralinum vóru tey av somu orsøk heldur ikki fyrireikað upp á ódnarveður. Hans Dávid Hansen, sløkkiliðsmaður, var einsamallur á vakt hetta kvøldið. Um midnáttarleitið leikaði hart á. Tá lógu Føroyar í kuldabrúnni á lágtrýstinum. Tað var um hetta mundið, at hús byrjaðu at detta niður, sigur Hanus Kjølbro. Klokkan 3 um náttina lógu Føroyar árakað eygað á lágtrýsinum. Um hetta mundið fáa vit eisini tað lægst málta trýstið í Føroyum, tá tað var mált til 936 hPa. Hús kring alt landið fóru illa í jólaódnini. Í Skopun sá tað soleiðis út. Sendingin um jólaódnina kagar 30 ár aftur í tíðina. Hugt verður eftir, hvat tað var, sum hendi, og hví júst hetta lágtrýstið gjørdist til eina so ógvusliga ódn. Fyrr í vikuni endurvístu vit dokumentarin um jólaódnina, sum varð gjørdur í 2013. Vit vísa sendingina aftur sunnudagin klokkan 15.30. Samgongan lovaði Magna Laksafoss at atkvøða fyri uppskoti hanasara, um hann atkvøður fyri fíggjarlógaruppskotinum. Men soleiðis varð ikki. Uppskotið hjá Magna Laksafoss um at loyva bryggjaríunum at selja sterkasta ølið og cider fall, tá triðja viðgerð var í tinginum fyrrapartin. Magni Laksafoss sigur, at tað er greitt avtalubrot, at øll samgongan ikki atkvøddi fyri uppskoti hansara við triðju, og hann vil hava fund við samgonguleiðararnar um málið. Politiskur meiriluti er framvegis ikki fyri at áseta fiskidagarnar fyri 2019, og politiskur meiriluti er heldur ikki fyri at áseta veiðigjaldið, sum verður mett sum fíggjarligi bulurin í fiskivinnunýskipanini. Í dag er ein mánaður, síðani landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum boðaði frá, at fiskidagaskipanin heldur fram í 2019, hóast lógin um sjófeingi sigur, at trolarar í bólki 2 og línuskip í bólki 3 fara yvir til eina kvotuskipan á nýggjárinum. Lógaruppskotið um veiðigjald varð lagt fyri løgtingið av fíggjarlógar tekniskum ávum, saman við fíggjarlógaruppskotinum, síðst í september. Men frá fyrsta degi var greitt, at meiriluti er ikki fyri júst hesum uppskotinum. Sambært fíggjarlógaruppskotinum skal landskassin fáa 355 milliónir krónur í avgjøldum frá fiskivinnuni næsta ár, bæði frá veiðigjøldum og uppboðssølu av rættindum at fiska. Hvussu er støði á politiska kjakinum, hvussu grundgeva politikarar og hvørjum skulu veljarar serliga ansa eftir í einum komandi valstríði Eydna Skaale, retorikari, Jógvan Hansen, heimspekingur, og Asta Hansen, politiskt samskiftisfólk, greina politiska orðaskiftið kvøldið fyri seinasta val. Samgongan má hava hjálp úr andstøðuni ella frá uttanflokkatingfólkunum, skal hon hava uppskot sítt um bíligari streym til elbilar og hitapumpur samtykt í løgtinginum. Magnus Rasmussen, Edmund Joensen og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir siga, at vit hava fyrst og fremst brúk fyri einari yvirskipaðari og ítøkiligari ætlan um, hvussu vit fáa einar grønar Føroyar. Hann sigur eisini, at uppskotið hjá Heilsu og innlendismálaráðnum vendir sosialt skeivt, tí tað eru bara tey vælbjargaðu, sum hava hitapumpu og elbil. Ivi er um uppskotið hjá Poul Michelsen, landsstýrismanni, um at broyta matstovulógina, hóast Vinnunevndin hevur skrivað álit um uppskotið. Tí meirilutin í nevndini, Jákup Mikkelsen, Jørgen Niclasen, Bjørn Kalsø og Jógvan Skorheim, tekur støðu í tingsalinum, tá atkvøtt verður. Tey siga millum annað, at uppskotið broytir ásetingarnar um hissiniloyvi soleiðis, at onnur enn tey, sum hava vinnuligt skeinkiloyvi, kunnu søkja um hissiniloyvi til serstøk tiltøk. Uppskotið herðir krøvini til duravørð soleiðis, at fólk, sum eru dømd fyri harðskap, brot á rúsevnalóg ella annað lógarbrot, sum er viðkomandi fyri starvið, ikki kunnu vera duravørður. Minnilutin leggur tó dent á, at í einum rættarsamfelag er ein grundleggjandi regla, at fólk eftir at hava tikið við revsing, skal kunna hava slætt borð, og tí má henda reglan um duravørðin umsitast við hesum í huga. Minnilutin heldur eisini, at tað er skilagott, at kommunurnar sleppa at loyva matstovum og skeinkingarstøðum at hava longur opið, men ikki longur enn til klokkan tvey um náttina. Ymiskar tillagingar eru gjørdar í kvotunum av øðrum fiskasløgum, sum føroysk skip hava í ES sjógvi, og ES skip hava í føroyskum sjógvi. Freistin at lata uppskot um navn og búmerki hjá Musikkskúlanum í Havn er longd, men ikki nógv. Hon er long tveir dagar, til á middegi í morgin. Magni Laksáfoss er avgjørdur tá hann í gjárkvøldið varð spurdur, um hann fer at taka undir við fíggjarlógaruppskotinum hjá samgonguni. Tað fari eg, sigur hann. Magni Laksáfoss hevði millum annað fingið lovað stuðul til uppskotið um broyting í rúsdrekkalógini, skuldi hann taka undir við fíggjarlógini. Tá samanumkom fall uppskotið . Vit hava sitið á fundi og prátað saman, og vit hava gjørt nakrar tillagingar í semjuni, soleiðis at báðir partar kunnu vera nøgdir við semjuna, segði Magni Laksáfoss í gjár. Samgongan arbeiðir í løtuni við at avgreiða álitið um fíggjarlógina. Sum skilst verður álitið lagt fram í dag. Bara ein fyritøka bjóðaði seg fram, tá freistin at bjóða uppá lendi til íbúðarbygging undir Kongavarða fór fyri einum góðum mánaða síðan. Men enn er ikki greitt, hvørja fyritøku talan er um. Samráðingar eru enn millum partarnar, og so leingi tær eru, fari eg ikki at siga, hvør fyritøkan er, sum hevur boðið seg fram at byggja leiguíbúðir undir Kongavarða á Argjum. Tað sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Havn. Sambært Anniku Olsen, so samráðast partarnir, men hon væntar at koma til eina niðurstøðu um áleið tríggjar vikur. Og ikki fyrr enn tá fær almenningurin innlit í, hvør fyritøkan er, sum ætlar at byggja. Eitt krav í útboðnum var, at leiguíbúðir skulu byggjast á økinum. Greitt er, at talan er um omanfyri 100 íbúðir, men júst hvussu nógv omanfyri, vil borgarstjórin ikki siga. Vágs kommuna skal endurfíggja 29 milliónir krónur av skuld, og tað verður gjørt eftir einum leisti, sum ongantíð er royndur fyrr í kommunalum høpi. Tað nevnist hópfígging á útlendskum máli oftast nevnt crowd funding. Eitt alternativ til traditionellu peningastovnarnar, har fólk antin seta pengar á bók ella taka lán. Vágs Kommuna skal endurfíggja 29 milliónir krónur av skuld, og heldur enn at fara í bankan at læna penganar, verður lánið endurfíggjað úti hjá privatfólki og íleggjarum annars. Søren L. Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa, stendur fyri ætlanini. Eigur tú nakrar krónur, so er eitt alternativ til innlánskontoina í peningastovninum at læna pengarnar til Vágs Kommunu. Tey, sum velja at læna Vágs Kommunu pengar, fáa 0,45 prosent í rentu. Vágs Kommuna lænir pengarnar fyri 0,6 prosent í rentu. Munin, 0,15 prosent, fær Suðuroyar Sparikassi fyri ómakin. Rentan er fastlæst í trý ár. Sambært Søren L. Bruhn er hetta fyrstu ferð í søguni, at ein kommuna fíggjar sína skuld eftir hesum leisti. Hóast talan er um 29 milliónir krónur so er Søren L. Bruhn sannførdur um, at pengarnir eru til staðar. Og stjórin í Suðuroyar Sparikassa, sum í hálvt triðja ár hevur bjóðað hópfígging crowd funding, sær stórar møguleikar ikki minst nú ein kommuna roynir henda alternativa fíggingarleistin. Drúgva Eik málið, sum byrjaði í 2012 við stevning av fyrrverandi leiðsluni í Eik, Fritleif Olsen, Odd Bjellv g, Marner Jacobsen og Bjarna Olsen, kom eitt fet nærri endanum í gjár. Eftir fleiri ár við fyrireikandi rættarfundum og framløgum var avhoyringin av fyrrverandi forstjóranum, Marneri Jacobsen, liðug í gjár eftir tríggjar dagar við spurningum bæði frá hansara egna sakførara og sakføraranum hjá mótpartinum. Málið er umfatandi og torskilt, og fleiri viðurskifti gera tað óvanliga tungt at viðgera. Eitt nú merkir langa tíðin, sum er fráliðin, at Marner Jacobsen skal svara uppá, hvat hann hevur vitað, hugsað og kunnað nevndina um fyri upp til 14 árum síðani. Og ofta er svarið tað minnist eg ikki. Málið er rúgvismikið og fevnir um stevningina, sum er yvir 500 síður og 80.000 síður við fylgiskjølum av teldupostum, kanningum og so framvegis. Hetta lættir ikki um uppgávuna hjá pørtunum, sum eisini mugu vísa til føroyskar fundarfrágreiðingar og danskar umsetingar í einum nakað sum fleiri ferðir elvir til kjak um, hvussu frágreiðingarnar skulu skiljast. Málið móti føroyska Eik banka er tætt knýtt at málinum, sum Fíggjarligt Støðufesti førdi ímóti danska Eik í Landsrættinum, har dómur fall í oktober. Har var Eik leiðslan fríkend í øllum uttan einum viðurskifti, og tí at Fíggjarligt Støðufesti einans hevur kært ein part av landsrættardóminum, er ein partur av stevningini móti føroyska bankanum eisini skerd í mun til upprunaligu stevningina. Generella ábyrgdin, sum Fíggjarligt Støðufesti vildi hava staðfest, men sum tey nú hava slept, var uppáhaldið um, at bankin var so illa rikin, at leiðslan eigur at dømast at gjalda endurgjald til Fíggjarligt Støðufesti, sum sambært Bankapakka 1 skuldi yvirtaka bankan og yvirtaka allar skyldur hjá bankanum, um hann ikki var solventur. Eftir at hesin parturin er sleptur, er eftir hjá stevnaranum at fáa staðfest ábyrgd fyri skilaleysa leiðslu í 5 ítøkiligum engagementum. Valbjørn Dalsgarð og bústaðarbyggingin undir Kongavarða IRE, sum er eitt mál um eitt lán til eitt týkst felag FDI, sum er eitt mál um, at Eik Grunnurin keypti lánini hjá danska EBH Bank og síðani seldi tey til Eik banka Um Sydporten, sum var eitt samstarv við Vagn Andersen, sum føroyski bankin deildi við danska Eik og um RGW RØMØ Golf og Wellnesscenter, sum eisini var eitt samstarv, sum bankin deildi við danska bankan. Fíggjarligt Støðufesti hevur við avhoyringini millum annað roynt at vísa á, at viðgerin av tilmælum um fígging ella kredittinstillingarnar í hesum báðum málum vórðu tiknar beinleiðis frá danska Eik, har Marner Jacobsen eisini var nevndarformaður, og at tey ikki fingu vanliga viðgerð eftir tí leistinum, sum fíggjardeildin í føroyska Eik vanliga stóð fyri. Harafturat gekk tað so skjótt, at nevndin ikki hevði møguleika fyri at viðera kredittinstillingarnar ordiligt. Marner Jacobsen hevur hinvegin roynt at vísa á, at peningurin, sum bankin hevði úti, tá hann var avviklaður í 2010, helst ikki var mistur, um bankin slapp at halda fram. Hann kennir ikki lýsingina av bankanum aftur í stevningini hjá Fíggjarligum Støðufesti, sum hann heldur vreingir sannleikan um, hvussu bankin varð rikin. Harafturat broytti danska Fíggjareftirlitið brádliga hugburð mótvegis bankanum í september í 2010, tá eftirlitið brádliga tvífaldaði niðurskrivingarnar í mun til fáar vikur frammanundan og ikki gav bankanum nóg nógva tíð til at skaffa tann pening, sum tørvur var á. Tann, sum hevði ábyrgd av hesum, var Jørn Astrup Hansen, fyrrverandi bankastjóri í Føroya Banka, sigur Marner Jacobsen. Hann hevði teskað í oyra á Fíggjareftirlitið, at okkurt var galið í Eik, sigur fyrrverandi forstjórin. Navnið á Astrup kemur somuleiðis upp í samband við engagementið, sum var yvirtikið frá EBH Bank, sum fór av knóranum í 2008. EBH Bank varð avviklaður av Fíggjarligum Støðufesti. Sambært sakføraranum hjá fyrrverandi forstjóranum var tað Jørn Astrup Hansen, sum ásetti prísin fyri lánini 13 milliónir krónur, sum Eik bankin endaði við at keypa. Hetta er heldur margháttligt, tá sama felag nú stevnir bankanum fyri at keypa lánini fyri hesa upphædd, sigur sakførarin hjá Marneri Jacobsen, Søren Lundsgaard. Fyrireikarar av Voxbotni hava júst kunngjørt, at kendi, danski popp og hiphop bólkurin Nik og Jay fer at framføra á Voxbotn næsta summar. Í gott og væl 16 ár hava teir verið virknir. Tað var í 2002, at bólkurin gav út staklagið Nik og Jay , sum var fyrsta staklagið hjá bólkinum. Sama árið kom staklagið Hot , sum skjótt gjørdist nummar eitt á norðurlendsku hittlistunum. Síðani tá hava teir givið út eitt hittlag og annað eftir. Teir hava havt ymsar framførslur í Føroyum fyrr, millum annað upptraðkaðu teir á Summarfestivalinum í 2009. Bólkurin var eisini høvuðsnavn á Voxbotni í 2013. Tað er greitt eftir atkvøðugreiðsluna um uppskotið um misálitisváttan, sum 48 konservativir parlamentslimir reistu móti henni í gjár. Eg havi lurtað eftir tí, sum mótstøðufólkini siga, segði Theresa May í gjárkvøldið, tá úrslitið av atkvøðugreiðsluni varð greitt í gjárkvøldið. Theresa May segði í gjár, at hon fer ikki at standa á odda í konservativa flokkinum upp undir næsta parlamentsvalið, sum verður í seinasta lagi í 2022. Í dag fer Theresa May til Brússel at hitta hinar ríkis og stjórnarleiðararnar í ES um markið millum Norðurírland, sum fer burtur úr ES saman við Bretlandi, og Írland, sum heldur fram í ES. Backstop avtalan, sum hon verður nevnd, skal tryggja, at tað verður ikki neyðugt at hava tollarar á markinum, hóast Bretland og ES ikki verða samd um eina fríhandilsavtalu, eftir at Brexit er komið í gildi. Endamálið við hesum tiltaki sum er fyri alla familjuna, er at geva føroyingum høvi til at uppliva smakkin og angan, sum íslendingar, norðmenn, sviar, danir, grønlendingar og finnar seta í samband við jólahugna. Í árinum 1619 sendi danski kongurin Chr. IV íshavsskipara sín Jens Munk vestur í hav at finna siglingarleiðina til Kina. Menn hildu ta sonevndu útnyrðingsleiðina ganga í ein útsynning gjøgnum Aniansundið norðanfyri Amerika beint í Havið Kyrra. Norðmaðurin Jens Munk fór avstað við tveimum skipum og 68 monnum. Út á heystið steðgaði ferð teirra í Hudsonvíkini norðan fyri Kanada. Norski íshavsskiparin Jens Munk fór í 1619 vestur í hav at finna siglingarleiðina til Eysturlond. Danski kongurin Chr. IV sendi hann avstað við tveimum skipum og 68 monnum. Út á heystið hetta árið steðgaði ferð teirra í Hudson víkini norðanfyri Kanada. Har hildu teir til allan veturin, men veturin var so kaldur og harður, at meginparturin av fólkinum doyði. Í ár er Julianna Didriksen jólagestur í útvarpinum. Á mannamunni eitur hon bara Lítlakona. Men vævið hevur ikki forðað henni at liva eitt virkið lív. Mamman doyði, tá hon var 10 dagar, men hon hevði ein góðan uppvøkstur í Gørðum á Strondum. Á Toftum giftist hon Kjartani Højgaard. Hann doyði, tá dóttirin var 5 ár. Julianna býr í egnum húsum í Tórsbyrgi. Hóast árini eru 89, er hon virkin bæði í sjavsi og bingo og smæðist ikki at ferðast í útlondum. Talugávurnar eru góðar. Tiltikini jólafundurin í tinghúsinum varð hildin klokkan trý annan jóladag fyri 130 árum síðani. Hendan sending varð gjørd til 100 ára dagin. Tað heldur ein minniluti í Vinnunnevndini, Jørgen Niclasen, Jákup Mikkelsen og Bjørn Kalsø, sum vil samtykkja uppskotið hjá Poul Michelsen, landsstýrismanni, um at stovna Tónleikaútflutningsstovu, við teirri broyting, at stovan verður partur av øðrum stovni og stýrið hjá stovuni verður strikað í uppskotinum. Minnilutin vil hava fólk í tónleikavinnuni við í stýrið fyri Tónleikaútflutningsstovuna, sum skal hava fýra fólk í stýrinum, so vinnan hevur tveir og ikki ein lim í stýrinum Heilsu og Innlendismálaráðið noyðist fyrst at taka støðu til sítt egna gegni í málinum um borgarstjóran á Tvøroyri, áðrenn løgmaður kann lata onkrum øðrum aðalráði málið at avgreiða. Kristin Michelsen sigur, at Heilsu og innlendismálaráðið er ógegnigt at viðgera málið, hvørt hann skal seta á skrá í Tvøroyrar býráð um Kristin Michelsebn bæði kann røkja borgasrjórasessin og tingmannsessin. Meirilutin í Tvøroyrar býráði kærdi til Kommunala eftirlitið, tí meirlutin fær ikki málið á skrá fyri býráðsfund, at býráðið viðger spurningin um lutin hjá borgarstjóranum, sum eisini er løgtingsmaður. Hann vísir í tí sambandi á niðurstøðu hjá Eyðbjørn Larsen, advokati, sum sigur, at longu í august fjør segði Heilsu og Innlendismálaráðið, at meirlutin á býráðum á Tvøroyri kann sýta borgarstjóranum at røkja bæði borgarstjórasessin og tingsessin, hóast sama býráð fyrr sama árið samtykti at loyva honum at røkja báðar sessirnar. Løgmansskrivstovan hevur viðgjørt spurningin og sigur, at er niðurstøðan hjá Heilsu og innlendismálaráðnum, at tað er ógegnigt, má løgmaður taka støðu til, hvat stjórnarráð so skal fyrisita málið. Men er niðurstøðan tann, at ógegni ikki er, fer løgmaður bara inn í málið, um so er at niðurstøðan er so burturvið, at eitt eftirlitsmál skal byrjast móti landsstýriskvinnuni. Løgmaður er ikki vanligur almennur kærumyndugleiki fyri avgerðum, sum stjórnarráðini taka, sigur Sjúrður Rasmussen, ráðgevi á Løgmansskrivstovuni. Roykjarar í Svøríki fara frameftir at hava enn truplari at finna eitt stað at festa sær í sigarettina. Næsta summar verður nýtt uttandura roykiforboð sett í gildi í Svøríki. Nýggja roykiforboðið forbjóðar royking á ymsum uttandura økjum sum til dømis á uttandurða matstovum og almennum økjum, tað vil siga á spæliplássum, busssteðgistøðum, ítróttaøkjum og jarnbreytarpallum. Tað skrivar svenska Aftonbladet . Frammanundan hevur svenska stjórnin fleiri ferðir hert galdandi roykiforboð eitt nú er tað ikki loyvt at roykja á svensku strondunum. Tað var tó ein heldur ørvísi atkvøðugreiðsla í svenska Ríkisdegnum. Hóast tað eru meira enn 13 vikur síðan, at val var í Svøríki, er eingin stjórn skipað enn . Føroyingar, sum nú roykja minni enn nakrantíð, eru tó fleiri í tali. Nýggjasta Gallup kanningin vísir, at 20 av føroyingum roykja. Tó eru tað einans 15 av kvinnunum, sum roykja. Pengarnir til skótadepilin, sum Magni Laksafoss, uttanflokkatingmaður, hevur fingið í fíggjarlógina fyri 2019, skulu brúkast til øll húsini hjá KFUM á Selatrað, og eitt nýtt leguhús skal byggjast. Verkhúsið er eitt tilboð til borgarar, ið hava menningartarn. Verkhúsið hevur nógvar møguleikar til arbeiðsfólkini, har tey eitt nú kunnu fáast við timburvirksemi og annað handaligt. Í ár eru liðin 30 ár, síðan felagið hjá føroyskum sjúkrarøktarfrøðingum gjørdist føroyskt burturav. Í tí sambandi læt Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar fyrr í ár gera ein dokumentarfilm um fjølbroytta arbeiðið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum. Filmurin er ein søga um menniskju, sum hjálpa menniskjum við linnandi røkt, lívsneyðugum viðgerðum og heilsufremjandi átøkum. Leitað verður eisini aftur til upprunan hjá sjúkrarøktarfrøðini. Lagt til rættis Uni Arge og Hans Petur Hansen. Hetta er triðu ferð, at landsstýrismaðurin má bakka, tí undirtøka ikki er í samgonguni fyri uppskotinum. Hann mátti tí seinnapartin leggja fram uppskot um at longja verðandi skipan. Høgni Hoydal er eisini bakkaður í málinum um at fáa kvotur í gildi ístaðin fyri fiskidagar 1.januar. Undirtøka er heldur ikki fyri hesum í allari samgonguni. Tí legði Høgni Hoydal fram uppskot í dag um at longja verðandi skipan. Enn er ikki greitt nær tað málið verður viðgjørt í løgtinginum. Og ein máti er at gera serligt gjald, sum útlendsk ferðafólk skulu rinda, áðrenn tey hava sett fótin á føroyska grund, heldur løgtingslimur. Fyrispurningurin frá Novo Nordisk grunninum til Heilsu og Innlendismálaráðið var ikki um eina umsókn um at byggja eina miðstøð fyri diabetes í Føroyum. Novo Nordisk grunnurin hevur spurt Heilsu og Innlendismálaráðið, um áhugi er fyri einum møguligum samstarvi millum føroyskar heilsumyndugleikar og Novo Nordisk grunnin. Eitt møguligt samstarv millum Novo Nordisk grunnin og føroyska heilsuverkið hevur við sær eina røð av prinsipiellum og etiskum spurningum, sum vit ikki hava svar uppá í løtuni. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur svarað spurningum frá trimum løgtingsfólkum um samstarvið við Novo Nordisk grunnin um diabetesmiðstøð í Føroyum. Hon sigur eisini, at um miðjan oktober í ár fekk Heilsu og Innlendismálaráðið at vita, at fólk hava samskift við Novo Nordisk grunnin um granskingarpengar haðani. Í heilsunýskipanini hjá landinum verður mælt til, at diabetesviðgerð verður í primera geiranum, so viðgerðin kann veitast fólki har, sum tey búgva, tað er í heilsudeplum kring landið. Stóra undirtøkan er prógv um, at ljóð royk og ljósdálking frá skipum ávirkar og órógvar nógv fólk kring landið, sigur Heimafriður í tíðindaskrivi. Ótolandi larmur, ristingar, roykur og ljós frá skipum ella øðrum havnarvirksemi skal ikki sleppa at hava negativ árin á bústaðarøki í framtíðini. Smápartafelagið Framherji í Fuglafirði er ikki hoyrt, nú Hoyvíkssáttmálin skal sigast upp, tí íslendskir pengar skulu úr fiskiflotanum í Føroyum í seinasta lagi 1.januar í 2025. Ein sáttmáli, sum gevur føroyskum innflytarum og útflytarum eins góðar møguleikar sum Hoyvíkssáttmálin. Reiðarafelagið vísir á, at landsstýrið eigur at meta um, hvussu fiskiveiðisamstarvið millum Føroyar og Ísland kann verða ávirkað, um Hoyvíkssáttmálin verður sagdur upp. Eisini vísir felagið á, at uppskotið kann fáa neiliga ávirkan á royndirnar hjá landsstýrinum at knýta tættari handilssamtarv við onnur lond. Sangurin snýr seg um at finna frið og koma burtur frá meldrinum. Sangurin er aktuellur til allar tíðir. Kanska serliga í dag. Tað sigur Martin Joensen, tá hann verður spurdur um at lýsa sangin. 5. Morgun, bíða tú kanst eitt bil, sov tær megi í nátt. Vøkumaðurin verja vil, teskar í tøgnini Alt vil tær gott, alt vil tær gott. Býráðið hevur millkum annað gjørt stóra útstykking og arbeitt við at menna samleika hjá kommununi. Ætlanin er at gera nýggja heimasíðu, og so skal kommunan eisini hava nýtt búmerki. Eftir ætlan skuldi jólatræið í Svínoy tendrast síðsta leygardag, men jólatræshaldi varð avlýst, tí tað ikki var siglandi til oynna. Svínoyggin er avbyrgd nakrar dagar um árið, men væntandi fer at bera til at tendra jólatræið í morgin, sigur Óli á Geilini, sum býr í Svínoy. Hoyr sendingina her Lutakarar, Brynja S. Birgirsdóttir, Edvard Heen, Turid Christophersen, Elin Henriksen og brúkarar á verkhúsinum Stýggi Seinasta vit hoyrdu í jólakalendarasøguni var ein ótrúligur spenningur. Mai er stødd í jolluni og er sloppin so mikið útfrá, at Oda fær ikki fatur á henni. Oda ringir til Jason og biður hann koma beinanvegin. Men so startar motorurin í jolluni, og hon siglir avstað við dronginum, hon ætlar sær inn í bátahylin í Vestmanna, men so hoyrir hon bátamotor aftanfyri seg. Hon heldur, at tað ein bátur, sum kemur henni til hjálpar, men so er ikki, tað er Dream Catcher, ið eltir hana. Ístaðin fyri at fara inn í bátahylin, so fer hon beint inn í Fitjarbeach. Hon siglir so langt sum hon kann, og vassar upp á strondina og inn á vegin, har hon steðgar bussinum, drongurin er tungur at bera. Hon hevur ongar pengar, so hon sigur bara, at hon skal gjalda seinni, alt fyri, at hon sleppur avstað við bussinum sum skjótast. Tá ið bussurin steðgar í Kvívík, spyr hon eina konu, um hon kann lána telefonina. Konan gevur henni telefonina, og í somu løtu, stendur Jason har og sigur, at hon kann lána mína, innanfyri jakkan vísir Jason, Mai ein revolvara. Marjun Wolles, sum hevur lisið klassiskan sang og jazz í Reykjavík og nú lesur til tónleikalærara, arbeiðir í løtuni við einari fløgu, sum er ætlað fólki við alzheimers og demens. Hugskotið fekk hon, tá hon arbeiddi á røktarheimi, og hon heldur, at tónleikur hevur stóran týdning millum annað fyri at vekja minnini hjá fólki við demens. Tað vísur Jona Dam, deildarleiðari á Røktarheiminum á Mørkini eisini á. Hon nýtir eisini tónleik í arbeiði sínum. Í dag er jólaaftan, og í dag hoyra vit seinasta part av jólakalendarasøguni Flytifuglar. Nú er spennandi, tí tað seinasta vit hoyrdu var, at Mai var í bussinum, og hon hevur Olivur hjá sær. Jason, sum hevur ein revolvara undir jakkanum, vil hava Mai úr bussinum, men tá ið hon reisir seg upp, rópar busssjaførurin, at hon ikki hevur goldið. Meðan Jason rindar fyri hana, tekur Mai eina telefon frá einum sovandi manni. Tá ið bussurin steðgar í Kvívik og tey eru komin út, biður Jason hana seta seg á ein bonk, meðan hann ringir til Odu. Tá roynir Mai at ringja neyðuppkall 112. Hon fær samband við alarmsentralin, men fær onki sagt, tí Jason eygleiðir hana. Hann sigur, at Mai skal við teimum, tí annars fer hon at slatra um barnið, tey hava tikið og um alt, sum er hent. Síðani ringir hon einaferð afturat, og fær teska hjálp. Tá ið tey ganga omanímóti kajuni, roynir Mai at tosa soleiðis, at Jason svarar. Jason sær, at hon brúkar telefonina, og spyr hvønn hon tosar við. Hon sigur honum, hon tosaði við mammu sína. Jason tekur telefonina, og so ringir telefonin, og tað er frá alarmsentralinum, hann brýtur av og blakar telefonina í ánna, og sigur við Mai, at hetta fert tú at angra Nú verður spennandi at hoyra, hvussu alt fer at enda lurtið nú, tí her kemur seinasti partur av jólakalendarasøguni Flytifuglar. Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur, Bergur Djurhuus Hansen, dekanur á Føroyamálsdeildini, Kári Sólstein, mentanarleiðari í KvF, Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum, Georg L. Petersen, blaðstjóri á Dimmalætting og Heini Gaard, tíðindaleiðari í Kringvarpinum. Kitty May Ellefsen hevur tikið eina master í positivari sálarfrøði við Árhus Universitet. Í kjalarvørrinum av hesum hevur hon skrivað bókina Fimm lyklar , sum snýr seg um at velja tað góða og hava ein postivian hugburð. Jørn Astrup Hansen, fyrrverandi nevndarlimur í Eik vegna Fíggjarligt Støðufesti verður millum vitnini, tá málið ímóti leiðsluni í gamla Eik heldur fram eftir jól. Navnið á Jørn Astrup Hansen er longu nevnt fleiri ferðir undir avhoyringunum av fyrrverandi forstjóranum, Marner Jacobsen, sum tvíheldur, at bankin ongantíð skuldi verið steðgaður í sínum virksemi í 2010. Í fleiri førum greiddi Marner Jacobsen frá, at pengarnir høvdu komið inn, um bankin fekk meira tíð, og inntøkurnar av íløgunum byrjaðu at koma aftur eftir fíggjarkreppuna. Men danska Fíggjareftirlitð, sum annars lat væl at í august 2010, broytti brádliga hugburð mótvegis bankanum, og eftir fáum viku komu boð frá ovastu rók at tvífalda niðurskrivingarnar, greiddi Marner Jacobsen frá undir avhoyringunum. Harafturat, var tað Jørn Astrup Hansen, sum hevði boðað Fíggjareftirlitinum frá, at okkurt var galið í Eik, og tað var orsøkin til niðurskrivingarnar. 6. oktober fáar dagar eftir at Fíggjarligt Støðufesti hevði yvirtikið allar skyldurnar hjá Eik, segði Jørn Astrup Hansen millum annað við útvarpið, at eftir hansara fatan var talan um eitt handahóvsligt samanbrot . Jørn Astrup Hansen sigur í bókini, at hann boðaði Fíggjareftirlitinum frá, tí hann visti, at bankin hevði so stórar íløgur útistandandi, at vandi var fyri, at bankin ikki fór at yvirliva eftir oktober 2010, tá Bankapakki 1 var gingin út. Harafturat hevði hann verið til at kanna bankraskrædlið í Íslandi í 2009, sum gav honum eina vitan um Eik og virksemið bankans, og eisini hevði hann gjøgnum Fíggjarligt Støðufesti sætið í Danska EBH Bank, tá hesin fór av knóranum í 2008. Sostatt sat Astrup eisini hinumegin borðið tá Eik keypti restina av lánunum hjá EBH í samstarvinum um tær 8 handilsmiðstøðirnar. Ein margháttilig støða nú Eik er stevnt fyri millum annað hetta engagementið, vildi sakførarin hjá Marneri Jacobsen vera við. Tað er Fíggjarligt Støðufesti, sum hevur boðað rættinum frá at Jørn Astrup Hansen verður millum vitnini í málinum í januar og februar. Harumframt kallar Fíggjarligt Støðufesti Boga Bendtsen, sum var leiðari av fíggjardeildini og sostatt hevur undirskrivað fleiri av lánunum, sum talan er um. Eisini Evi Jacobsen, sum umsat málið við teimum týsku samstørvunum, og sum er virkandi stjóri í Betri í dag, verður kallað. Sakførarirnir hjá teimum stevndu hava millum annað boðað frá, at teir fara at innkalla Jens Nielsen, sum umsat týsku verkætlanina fyri Eik, Valbjørn Dalsgarð og Høgna Lauritsen, sum stóð fyri byggingini undir Kongavarða saman við Valbjørn Dalsgarð. So leingi sum Theresa May, forsætisráðharri, ikki veit, hvat skal til fyri at fáa parlamentið at góðkenna avtaluna, er eingin hjálp at heinta frá hinum 27 ES londunum. Tað vóru boðini eftir toppfundin í Bruxelles í gjár, har brexit eisini var á skránni. Theresa May vann eina misálítisatkvøðugreiðslu mikudagin. Tað hendi, eftir at hon hevði útsett atkvøðugreiðsluna um Brexit í parlamentinum í óásetta tíð. Mett verður, at ein triðingur av tinglimunum í hennara egna flokki ynskja hana, har piparið grør, og siga seg ikki fara at atkvøða fyri avtaluni. Hon hevur samstundis boðað frá, at hon ikki fer at standa á odda fyri Konservativa flokkinum á næsta parlamentsvali, sum verður í 2022. Theresa May var við á fyrsta partinum av toppfundinum í Brússel, men tá hon var farin, umrøddu hini 27 londini Brexit avtaluna. Eftir fundin boðaði formaðurin Í ES nevndini, Jean Claude Juncker, frá, at ongar nýggjar tingingar vera um avtaluna, men at pláss er fyri at snøgga hana til. Eingin veit framvegis, hvat hendir, og ES er farið at fyrireika seg til til, at bretar fara úr samveldinum, uttan at nøkur avtala er góðkend. ES nevndin hevur boðað frá, at hon 19. desember fer at almannakunngera, hvat hon mælir til at gera, um eingin avtala fæst í lag. Eftir ætlan fer Bretland úr ES 29. mars næsta ár, men til seinast í 2020 skal landið fylgja øllum reglum hjá ES og vera partur av innara marknaðinum. Prísurin á olju úr Norðsjónum liggur nú um 60 dollarar fyri tunnuna. Tað er ein triðingur minni enn seinast í oktober, tá prísurin kom upp á 86 dollarar fyri tunnuna, sum var tað mesta í fýra ár. Og líkt er til, at oljuprísurin hevur funnið eitt støði at liggja á, sigur altjóða orkustovnurin, IEA, í síni frágreiðing fyri november. Russland og Saudiarabia eru enn samd um avgerðina, men orkustovnurin vísir á, at londini neyvan kunnu skerja søluna meir, tí tað hevur munandi minni inntøkur við sær. USA nýtir nógv mest olju, men har er eitt stórt ynski um lægri prís. USA selur alsamt meir olju, og fyri fyrstu ferð í 27 ár hevði landið meir olju, enn landið nýtir. Altjóða Orkustovnurin sigur seg rokna við, at eftirspurningurin eftir olju fer at vaksa í 2019 upp í umleið 100 milliónir tunnur um dagin. Hvussu gongdin verður í 2019, sigur IEA seg ikki kunna siga, tí neyðugt er at bíða eftir næsta fundinum hjá OPEC, sum verður í apríl. Til ta tíð, væntar orkustovnurin ikki stórvegis broytingar, uttan so at okkurt óvanligt hendir. Conte segði, at hann eftir ein fund við formannin í ES nevndini, Jean Claude Juncker, hevði góðtikið, at minka hallið úr 2,4 prosentum niður í 2,04 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni. Franska løgreglan upplýsir, at 29 ára gamli maðurin, sum løgreglan hevur leiað eftir síðani týskvøldið, tá hann skjeyt frá hond á einum jólamarknaði í Strassbourg, er skotin og er deyður. Um níggjutíðina í gjárkvøldið, hildu nøkur løgreglufólk, at tey sóðu eftirlýsta mannin, og tá tey róptu á hann, vvendi hann sær á og skjeyt eftir teimum. Løgreglufólkini skutu aftur, og tey raktu mannin, sum doyði á staðnum. Franska løgreglan kannar málið sum eitt yvirgansálop. 29 ára gamli maðurin var kendur av løgregluni, tí hann hevði fleiri dómar fyri ymisk brotsverk. Felagið hevur tó ampa av ásetingini, sum loyvir kommunustýrum at loyva handlum at hava opið á stevnum og tá størri fremmandavitjanir eru. Felagið heldur eisini, at í staðin fyri at geva loyvi til at hava opið sunnudagar í desember, eiga allir handlar at fáa loyvi til at hava opið allar ársins sunnudagar. Spurningurin er, um vit ikki eiga at gera eina nýggja halgidagslóg og lata hana skipa afturlatingina hjá handlunum, heldur Handilsvinnufelagið. Tað undrar eisini arbeiðsgevararnar, at til ber at koma við áhaldandi broytingum, sum hava øktar útreiðslur við sær, uttan at hetta krevur størri inngjald. Hetta má merkja, at ov nógv hevur verið goldið inn í skipanina higartil, ella at ov lítið verður sett av til verri tíðir, heldur Arbeiðsgevarafelagið. Tað hevur fingið ilt í KFUK skótarnar, at Fíggjamálaráðið hevur biðið Fíggjarnevndina markað 750.000 krónur til at reka Skótadepilin á Selatrað, sum KFUM eigur. Stuðulin til Føroya skótaráð, sum er samstarvsráð fyri skótasamskipanirnar í Føroyum, eigur at vera latin uttan serliga marking, siga KFUK skótarnir við Fíggjarnevndina. Vørn boðar frá, at feløg sum keyptu 3 ára og 8 ára rættindi á uppboðssølu í fjør, skulu veita trygd fyri gjaldinum í ár, áðrenn skipini fáa fiskiloyvi. Fýra feløg keyptu í fjør rætt til at fiska í Barentshavinum, og tey skulu veita trygd fyri umleið trimum milliónum krónum fyri at sleppa at fiska í ár. Tvey feløg keyptu loyvi í 3 og 8 ár at fiska norðhavssild, og tey skulu veita trygd fyri millum 6 og 7 milliónum krónur fyri at sleppa at fiska í ár. Fýra feløg keyptu svartkjaftakvotu í 3 ár og skulu veita trygd fyri góðum 4 milliónum krónum, og 3 feløg keyptu svartkjaft í átta ár, og tey skulu veita trygd fyri góðar 9 milliónir krónur. Vørn vísir til grein 5 7 í kunngerð um at bjóða út rættindi at veiða svartkjaft, norðhavssild, makrel og botnfisk í Barentshavinum. Landsverk skjýtur ábyrgdina av byggigøluni í Marknagili yvir á arkitektafyritøkuna BIG og á politisku skipanina, sum frá byrjan hevði órealistiskar vónir um, hvat kundi fáast fyri játtaðu pengarnar. Landsverk vísir á roknifeilir, misskiljingar og órealistiskar væntanir um, hvussu nógv kundi fáast fyri játtaðu pengarnir. Tað kemur millum annað fram í frágreiðingini, sum Landsverk hevur givið Samferðslumálaráðnum, um skúlabyggingina í Marknagili. Frágreiðingin skal fyrst og fremst skiljast sum svar frá Landsverki til Samferðslumálaráðið, og tí er sannlíkt, at aðrir aktørar í verkætlanini hava eina aðra fatan. Longu í 2008 boðaði Landsverk Mentamálaráðnum frá, at Landsverk ikki kundi standa inni fyri upphædd og fermetratali, sum varð upplýst í lógaruppskotinum um skúladepilin. Mentamálaráðið skuldi góðkenna allar fasur, val av prosjekti, ráðgeving, útboði og annað og taka avgerð um allar broytingar í mun til givnar karmar , sum tað stendur í frágreiðingini frá Landsverki. Í 2011 ávaraði Landsverk um at býta arbeiðið upp í fleiri arbeiðstøkur, tí at fíggjarligi váðin hjá Landsverki og Mentamálaráðnum var ov stórur. Mentamálaráðið fylgdi ikki tilmælinum, millum annað tí at politiskt ynski var um, at føroyskir undirveitarar skuldu sleppa upp í verkætlanina. Eftir at arbeiðið var farið í gongd, ynskti arbeiðstakarin, TG Verk, eina prosjektbroyting. Fyritøkan vildi sleppa at stoypa trappuveggirnar á staðnum heldur enn at levera og seta teir upp sum elementveggir. Ráðgevin BIG góðkendi broytingina, og avtalað varð, at BIG skuldi gera nýggjar útrokningar, tekningar og eftirkanningar í sambandi við broytingina. Men í november 2014 var ein roknifeilur staðfestur, sum ein undirveitari hjá BIG hevði ábyrgdina av. Seinni fór sami undirveitari á húsagang. Alt hetta hevði við sær, at arbeiðið við trappuveggjunum mátti steðga. Tað var fyritøkan TG Verk ónøgd við og boðaði frá, at eitt fíggjarligt krav fór at vera sent Landsverki orsakað av, at arbeiðið var stegðað upp. Ósemjurnar millum Landsverk og TG Verk gerast fleiri og elvdi til, at TG Verk gavst við arbeiðnum í september 2016. Landsverk mátti finna aðrar nýggjar undirveitarar. Gerðarrættarmálið millum TG Verk og Landsverk hevði við sær, at Landsverk mátti biðja um eykajáttan á 86 milliónir krónur í februar í 2017. Frá juni til oktober 2018 sendi ráðgevin 88 tekningar til Landsverk og arbeiðstakarar við broytingum og tillagingum, sigur Landsverk í frágreiðingini. Í høvuðsheitum eru tað hesi viðurskifti, sum samanumtikið hava elvt til tann meirkostnað og ta meirnýtslu, sum hava verið í sambandi við byggingina. Hóast Landsverk fyri ein stóran part skjýtur ábyrgdina av byggigøluni yvir á aðrar aktørar, sum hava verið við í verkætlanini, so viðgongur stovnurin kortini, at meiri orka átti at verið sett av til løgfrøði og váðastýring. Landsstýrismaðurin í Samferðslumálum verjir eisini Landsverk. Hann sigur, at Landsverk hevur gjørt tað, sum stovnurin kundi, fyri at fáa verkætlanina á mál, og at tað eru skipanarligar orsøkir til, at málið er vorði til eina byggigølu. Karmar og ásetingar kring stórar almennar byggingar mugu endurskoðast, og eftirmetingin eigur at fáa politisku skipanina at spyrja, um Landsverk eigur at standa fyri tílíkum stórum verkætlanum, sigur Heðin Mortensen. Tað vil siga, at einans 8. hvørt barn hevði frískar tenn í 1991, meðan tað í dag er meira enn annaðhvørt barn, sum hevur frískar tenn í 12 ára aldrinum. Eisini er tannheilsan hjá smærri børnum alsamt batnað. Í 1991 høvdu 29 prosent av teimum 5 ára gomlu frískar barnatenn. Í 2017 er hetta talið 73 prosent. Føroyar eru á sama støði sum hini Norðurlondini bæði viðvíkjandi tilboðum um tannrøkt til børn og ung og viðvíkjandi tannheilsuna hjá teimum, sigur Heisumálaráðið í fráboðan í dag. Hetta kann tó gerast enn betri. Serligur dentur má leggjast á at minka um talið á børnum við álvarsamari kariessjúku og at vaksa um talið á børnum, sum hava heilt frískar tenn, sigur Tannlæknafelagið. 571 av teimum 652 børnunum, sum vórðu fødd á lívi í 2017, vórðu fødd rættstundis, tað er í viku 37 til 41. Tað vísa nýggjastu hagtølini frá landslækinanunum fyri 2017. Hagtølini vísa eisini, at í 2017 vórðu flestu pápa ml. 30 og 34 ár, tá barnið varð føtt. Ein pápi var yngri enn 17 ár og 19 pápar vórðu eldri enn 45 ár, tá barnið varð føtt. Tvær mammur vóru yngri enn 17 ár, tá tær áttu, og ein varð eldri enn 45 ár. Í 2017 eru flestu mammurnar eru ml. 25 og 29, tá tær áttu, stendur millum annað í ársfrágreiðingini hjá Landslæknanum fyri 2017. Hægsta burðarvekt í 2017 var ein drongur, sum vigaði 5360 gramm, 11 og eitt hálvt pund, tá hann varð føddur. Í miðal, var hægsta burðarvektin í Sandoynni, 3798 gramm. Fyritøkan Næla er farin undir at framleiða grønmeti í Havn. Ein av stigtakarunum, Jesper Svenningsen, greiðir frá, at teir brúka ein teknikk, sum kallast hydroponi . Grønmetisdyrkanin fer fram í serligum tjøldum, sum standa inn í einum bygningi á Vestaru Bryggju, sum firitøkan Næla leigar frá Tórshavnar Kommunu. Planturnar standa í serligum plastikkbakkum, har vatn blandað við føðsluevni rennur ígjøgnum. Spurdur um, hvørt Føroyar kunnu verða sjálvberandi viðvíkjandi grønmetisframleiðslu, svarar Jesper Svenningsen, at tað ikki er ómøguligt. Hoyr innslagið her Jákup Sumberg fer at borðreiða við burgarum í Havn um vikuskiftið. Hóast talan er um cheeseburgarar, er tað alt annað enn vanligir burgarar, sum vit kenna teir. Jákup ger eitt slag av fronskum bollum, sum kallast brioche . hetta er eisini navnið á fyritøkuni hjá honum. Hesir bollar verða gjørdi við feitari mjólk og smøri, so teir verða bleytir og hava nógvan smakk í sær. Eisini kjøtið hevur serliga góðsku. Vit brúka danskt vistfrøðiligt oksakjøt, sum er malið tvær ferðir , sigur Jákup og leggur afturat, at kjøtið skal innihalda 20 25 prosent av feitti, fyri at tað skal verða saftigt . Einsini hevur steikingin týdning. Tá man karamelliserar kjøtið í steikingini, altso at sukurevnini í kjøtinum verða karamelliserað, fær tað ein øgiliga góðan smakk. Hoyr samrøðu við Jákup Sumberg her Vit høvdu avtalu um samrøðu við Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum, men seinnapartin gav hon avboð. Hon skal viðgerða støðuna saman við Javnaðarflokkinum. Heldur ikki løgmaður við tosa við miðlarnar í dag. Útvarpið hevði fyrr í dag avtalu við løgmann, men løgmaður vildi kortini ikki gera samrøðu við útvarpið, tí Javnaðarflokkurin skuldu viðgera støðuna. Poul Michelsen, landsstýrismaður í Vinnumálum, sigur, at uppskotið um broyting í afturlatingarlógini er eitt ynski frá pørtum av matvøruhandilsvinnuni. Landsstýrismaðurin sigur, at tey hava fingið eitt hoyringssvar frá Handilsvinnufelagnum, sum tey taka við í viðgerðina av lógarbroytingini. Greta Thunberg mótmælir politiska atgerðarloysinum á umhvørvisøkinum, luttekur á veðurlagsráðstevnuni hjá ST í Pólandi í hesum døgum og hevur 30.000 fylgjarar á Instagram. Og áheitan hennara á júst Instagram fekk fólk í Føroyum at fara í veðurlags verkfall í dag. Hann varð í juli í ár skuldsettur fyri at hava dripið 16 ára gomlu Mariu Fuglø Christiansen, hon varð funnin deyð á sjónum við byrgingina í Hvannasundi í november 2012. Kanningarnar í málinum viðførdu, at 23 ára gamli maðurin 11. juli 2018 varð skuldsettur fyri at hava dripið Mariu Fuglø Christiansen. Skuldsetti varð avhoyrdur og noktaði seg sekan, sigur løgreglan. Hetta førdi við sær, at løgreglan fekk nýggjar upplýsingar í málinum, og hon arbeiðir framvegis við at avhoyra hesi fólk. Enn er sera umráðandi at fólk, ið halda seg vita nakað um málið, venda sær til løgregluna, sigur Heri Andreassen, leiðari á kriminaldeildini. Fýra minnilutar og broytingaruppskot komu úr Vinnunevndini, tá hon skrivaði álit um uppskotið hjá Poul Michelsen, landsstýrismanni, um at einskilja P F Postverk Føroya. Bjørt Samuelsen, Bjarni Hammer og Ingolf S. Olsen hava eitt broytingaruppskot um veitingarskylduna hjá Posta. Hon skal vera í minst tíggju ár eftir søluna og ikki bara í tíggju ár, sum uppskotið sigur. Annars hava tey nógvar viðmerkingar um uppskotið hjá landsstýrismanninum. Samgongufólkini í Vinnunevndini gera vart við, at nógvar treytir eiga at verða loknar, áðrenn einskiljingin verður framd. Jákup Mikkelsen og Jørgen Niclasen taka undir við at einskilja P f Posta, tó at ætlanir landsstýrismansins um sølutilgongd tykjast vera ov avmarkandi. Posta hevur sjey kappingarneytar. Útlendskir pengar eru partvíst ella heilt í seks teirra, siga Jákup Mikkelsen og Jørgen Niclasen. 12 av 15 smáum og miðalstórum bankum, sum liggja uttanfyri stórbýirnar Keypmannahavnmog rhus, hava fingið av grovfílini frá Fíggjareftirlitinum, tí teir taka ov stóran váða, tá teir veita lán til bústaðir í og uttanfyri Keypmannahavn og rhus. Fíggjareftirlitið sigur, at bankarnir kappast um at vera við til at fíggja bústaðir í stóru býunum, og teir eru so tráir eftir at veita lán, at teir ikki halda treytirnar fyri útlánsvirksemi, som vórðu settar í gildi í 2016. Fíggjareftirlitið hevur kannað útlánini hjá 15 bankum, og kanningin vísir, at í fleiri førum er skuldin hjá teimum, sum lána, meira enn fýra ferðir tað sum húskini tjena. Og av tí sama klára nógv ikki, at virðið lækkar 10 prosentstig. Og so hava bankarnir eisini lánt fólki pening, sum skylda frammanundan. Og Fíggjareftirlitið ger samstundis vart við, at talan er um fíggjarstovnar, sum vórðu kannaðir undir fíggjarkreppuni, tá teir eisini høvdu lænt ov nógvar pengar út. Serfrøðingar siga seg vera ovfarnar av framferðini hjá bankunum, og hóast eingin fíggjarkreppa hóttir í løtuni, so minnir útlánspolitikkurin ikki sørt um, tað sum hendi uppundir fíggjarkreppuna í 2008. Bankarnir sjálvir eru ikki samdir við Fíggjareftiriltið, og siga at teirra útlánspolitikkur er í lagi, og teir finnast samstundis at, at reglurnar eru ov strangar. Er menn meira forkelaðir enn kvinnur Tað vil ein kvinnuligur lurtari fegin hava panelið at svara uppá, tí maðurin fer heim til mammu sína við børnunum, hvørja ferð hon fer av landinum, meðan eingin bjóðar henni nakað sum helst, tá hann er burtur. Tvístøðan snýr seg um at siga frá, tá tú av óvart buglar ein annan bil, og sms spurningurin snýr seg um miðlar, myndafrásøgnir og rættin til privatlív á festivalum. Hetta siga Rannvá Sólheim og Beinta Bærensen Nolsøe, sum báðar hava mist foreldur. Vit práta við tær um, hvussu tær høvdu tað fyrstu jólini tá tær høvdu mist eitt foreldur, og hvussu hvussu stóran leiklut hesi farnu hava tað nú jól eru. Andstøðan í Vinnunevndini sigur í álitinum, at eftir nýggjár verður uppskot lagt fyri løgtingið, sum ásetur meira rímilig veiðugjøld. Arbeitt verður framvegis við nýggju veiðigjaldslógini, og samgonguumboðini siga seg vóna, at samlaða polittiska skipanin fæst at innføra eitt betri veiðigjald enn tað sum er galdandi. Hvussu nógvar gávur keypa vit, hvat kosta tær, og hvat er ein góð gáva Hesar spurningar spyrja vit fólk á gøtuni. Ber til at finna góðar jólagávur, sum kosta minni enn 100 krónur Tað royna Elin í Stórustovu og Birita B. Eidesgaard at finna útav. Elin Lindenskov vísir á, at vit avgjørt kunnu gera góðar og ódýrar jólagávur sjálvi, og vit tosa við Rannvá Sólheim og Beintu B. Nolsøe um sort og tað at halda jól, tá vit hava mist ein av okkara kæru. Umframt at áhugin fyri vinnustykkjum á Skarðshjalla er stórur, hevur kommunan í løtuni ítøkiligar fyrispurningar frá trimum áhugaðum keyparum. Har samtykti býráðið, at umsitingin hjá kommununi kannar møguleikarnar at keypa lendi til at víðka um vinnuøkið í Vika, arbeiða víðari við framtíðar vinnuútstykkingum á Ovara Hjalla og gera ítøkiligar ætlanir um hesi økini. Fíggjarmálaráðið sigur, at í sambandi við lógarbroyting, sum er á veg í løgtingið, er ætlanin at betra korini hjá familjum við lægstu inntøkunum. Meirilutin í Fíggjarnevndini, Ruth Vang, Pauli Trond Petersen, Kristin Michelsen og Helena Dam á Neystabø, mælir tinginum til at samtykkja hetta. Føroysk skip sleppa at fiska 4.610 tons av toski, 1.075 tons av hýsu, 500 tons av upsa og 400 tons av øðrum fiskasløgum í norskum sjógvi í 2019. Harumframt sleppa føroysk skip at fiska 3.450 tons av toski og 300 tons av hýsu, sum eru í sáttmálanum við Russland, í norskum sjógvi. Kend løg eru Fyrstu Ferð og Two Hearts . Chase umboðaði ein harð rock stíl, sum vantaði í Føroyum fyrst í nítiárunum, halda Edmund Jacobsen, sangari, og Niclas Johannesen, gittaristur. Eftir tvær vikur við tingingum í pólska býnum Katowice er tað loksins eydnast teimum útivið 200 luttakandi londunum at koma til eina semju á veðurlagsráðstevnuni COP24 hjá Sameindum tjóðum. Í Póllandi á mest umráðandi veðurlagsráðsstevnuni síðan Parisavtalan varð gjørd í 2015 eru 196 lond blivin samd um reglurnar, ið skulu tryggja, at lyftini í 2015 avtaluni kunnu verða sett í verk. Hetta er nakað, allur heimurin hevur bíðað eftir, sigur pólski samráðingarleiðarin á veðurlagsráðstevnuni, Michael Kurtyka, sambært tíðindastovuni Ritzau. Regluverkið í Parisavtaluni er eitt sera tekniskt, men eisini týðandi skjal. Til dømis verður gjørt greitt, hvørji klimamál londini skulu hava, og hvussu tryggjast skal, at ásettu umhvørvismálini verða hildin. Samráðingarnar hesar tvær vikurnar hava millum annað snúð seg um, í hvussu stóran mun tann nýggjasta frágreiðingin frá Klimapanelinum hjá ST, ið kom út í oktober, skuldi takast til eftirtektar. Í teirri frágreiðingini stendur, at tað er gjørligt at avmarka hækkingina í hitanum í heiminum til millum 1,5 og 2 stig í ár 2100, men at tað krevur skjótar, øktar og umfatandi broytingar nógvastaðni í samfelagnum. Tað hevur tó verið trupult at fáa undirtøku millum øll tey 196 limalondini á veðurlagsráðstevnuni fyri niðurstøðunum í frágreiðingini hjá Klimapanelinum, ið kom út í oktober mánað. Ein annar trupulleiki, sum hevur verið umrøddur á veðurlagsráðstevnuni, ið trupult eisini hevur verið semjast um, er, hvar og hvussu útlátið av koltvísúrni kann minkast, og hvussu minkingin skal gerast upp og boðast frá. Kvinnur og menn í Føroyum gerast alsamt eldri og eldri. Tað vísir árliga frágreiðingin hjá landslæknanum, Heilsulýsing landslæknans fyri 2017, ið júst er útkomin. Hóast bæði kvinnur og menn nú liva longri enn tey gjørdu fyri 30 árum síðani, so eru tað serliga menninir í Føroyum, ið nú liva longri enn teir gjørdu fyri 30 árum síðan. Í 1987 var lívsævin hjá monnum í Føroyum 72,1 ár, í 2017 var lívsævin hjá føroyskum monnum 80,4 ár. Sostatt liva føroyskir menn nú 8,3 ár longri enn í 1987. Í 1987 var lívsævin hjá kvinnum í Føroyum 78,8 ár, í 2017 var lívsævin hjá føroyskum kvinnum 84,5 ár. Sostatt liva føroyskar kvinnur nú 5,5 ár longri enn í 1987. Í 1987 gjørdust føroyingar bæði kynini í miðal 75,5 ára gamlir, í 2017 var tað talið hækkað upp í 82,2 ár. Sostatt liva føroyingar nú í miðal útivið sjey ár longri enn fyri 30 árum síðan, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum. Heilsulýsing landslæknans kemur út á hvørjum ári stutt fyri jól. Í frágreiðingini, sum í ár er 59 síður til longdar, verður heilsustøðan hjá føroyingum lýst, fyri tað mesta við greinaðum hagtølum. Jólaligur barokktónleikur eftir tvey fronsk tónaskøld og tvey italsk tónaskøld. Harumframt hoyra vit smærri verk úr Russlandi, Ukraina og Wales. Í staðin verða nýggir bústaðir bygdar aðrastaðni, har tað er trygt at búgva, og átøk skulu setast í verk til tess at fyribyrgja skaðum frá skalvalopi. Fólkini, sum í løtuni búgva í vandaøkjunum í Longyearbýnum, mugu tískil flyta út úr húsi og heimi. Prísurin er mettur til 553 milliónir norskar krónur. Politikarnir hava í samráð við myndugleikarnar arbeitt við at fáa í lag eina haldbæra loysn fyri íbúgvarnar í Longyearbýnum á Svaldard. Í mars vísti ein frágreiðing hjá myndugleikunum, at vandin, við at búgva í útsettu økjunum, er nógv størri enn higartil hevur verið hildið. Íbúgvarnir í útsettu økjunum hava fleiri ferðir tey síðstu árini verið noyddir at rýma frá húsum, tí støðugur vandi hevur verið fyri skalvalopum í býnum. Tað er ikki meira enn ein vika síðan, at fólk í Longyearbýnum á Svalbard máttu flytast burtur, tí vandi aftur var fyri skalvalopum, har lív hjá fólki var í vanda. Umleið 10 prosent av íbúgvunum í býnum mugu hvørt ár rýma frá húsum fleiri ferðir. Tí er tað umráðandi, at ein loysn fæst á hesum, sigur borgarstjórin, Arild Olsen, við NRK. Tað verður í høvuðsheitinum tað almenna, ið fer at bera kostnaðin av, at fólk í tilsamans 142 húsum og íbúðum mugu fáa okkurt nýtt at búgva í. Í 2015 lótu tvey fólk lív í skalvalopi í Longyearbýnum, og í desember í fjør máttu myndugleikarnir flyta 200 fólk burtur, tí vandi var fyri skalvalopum. Fýra milliónir eru settar av til innkomuvegin í Runavík og ein millión er sett av til innkomuvegin í Havn á fíggjarlógarini næsta ár. Tað er greitt nú fíggjarnevndin hevur skrivað álit um fíggjarlógaruppskotið fyri 2019. Í uppskotinum stendur Raðfestar verða 4 milliónir krónur til undirstøðukervið til og frá tunnilsmunnanum í Rókini og ígjøgnum bygdirnar eystarumegin við Skálafjørðin. Skitsuprosjekt er gjørt frá landsvegnum omanfyri Bakkafrost á Glyvrum út til tunnilsmunnan . Innkomuvegurin til Havnar kostar áleið 250 milliónir krónur, tá tunnilin úr Villingardali í Krákugjógv eisini er við. Tosað hevur verið um, at vegurin, sum skal gerast í Runavík í samband við tunnilin, fer at kosta yvir 100 milliónir. Landið hevur játtað um seks milliónir krónur til innkomuvegin higartil í ár, men Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, hevði vónað og væntað, at samgongan hevði raðfest innkomuvegirnar hægri í fíggjarlógini fyri 2019. Hon vísir tó á, at Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, hevur arbeitt við at leggja eina verklagslóg fyri tingið, og Annika Olsen vónar, at tað verður skjótt. Í fíggjarlógini sæst tó, at fleiri vegir og tunlar eru raðfestir. Raðfestar verða tvær milliónir krónur til breiðkan av Selatraðarvegnum, tí tørvur í nógv ár verið á at fáa vegin breiðkaðan og dagførdan. 2,9 milliónir krónur eru settar av til projektering av tunli til Vestmannar. Sambært landsstýrismanninum skal hetta arbeiðið verða liðugt medio juni 2019. Meirilutin í Fíggjarnevndini heldur, at besta og bíligsta loysnin er at bora tunnilin upp á stytst møguliga tíð. Tessvegna verður upphæddin til Hvalbiartunnilin hækkað í 2019 til 49 milliónir, og tillagingar í íløgukarminum verða gjørdar, so at til ber at flyta fram játtan til Hvalbiartunnlinum, so at hon verður umleið 115 milliónir í 2020. Á henda hátt fer tað at bera til at fara undir at bora tunlarnar norður um Fjall í 2021, stendur í fíggjarlógaruppskotinum. Kristin Michelsen, sum er í Fíggjarnevndini, segði við útvarpið, at hann uppá ongan máta kundi taka undir við einari fíggjarlóg, har Hvalbiartunnilin ikki varð raðfestur. Eisini er játtanin til tunnilstoymið hækkað við tveimum milliónum næsta ár. Fyrsti tunnilin verður boraður til Dals, og síðani verður farið víðari til Fámjins. Eisini eru tvær milliónir settar av til at fyrireika tunnil úr Gøtudali til Skálabotn, fyri at leiða ferðsluna úr økinum norðan fyri Gøtueiði um Skálabotn og eftir vestara armi á Skálafjørðinum til Eysturoyartunnilin. Tá Heðin Mortensen tók við sum landsstýrismaður í samferðslumálum fyri trimum vikum síðani, segði hann, at hann fór at arbeiða við at gera eina verklagslóg fyri innkomuvegirnar úr Eysturoyartunnlinum til Havnar og gjøgnum Runavík. Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, vísir á, at lítil fígging er sett av á fíggjarlógini 2019 til innkomuvegirnar. Men fíggingin skal fáast til vega næsta ár og komandi árini, sigur Heðin Mortensen. Hann vísir á, at tvær verklagslógir ein fyri innkomuvegin til Havnar og ein fyri innkomuvegin gjøgnum Runavík eru lidnar, og verða lagdar fyri tingið í januar. Spurdur um, hvørt hann hevur tryggjað sær, at fígging verður játtað, svarar Heðin Mortensen, at hann gongur út frá, at samgongan og Løgtingið eru til reiðar at játta pening næsta ár og komandi árini. Upphitingin í heiminum er við til at hita Arktis upp eftir metstuttari tíð. Upphitingin elvir til stórar broytingar í umhvørvinum á Jørðini. Soleiðis ljóða nakrar av ávaringinum í nýggjari, amerikanskari frágreiðing, ið varð kunngjørd í vikuni. 2018 er tað næstheitasta, sum er mátað í Arktis, síðan mátingarnar byrjaði í 1900. Tað staðfestir nýggja, amerikanska kanningin. Frágreiningin staðfestir eisini, at 2018 var árið, har Arktiska Havið var fjalt av næstminstu nøgdini av ísi nakrantíð í søguni. Tilsamans 81 granskarar úr 12 ymiskum londum hava gjørt frágreiðingina, ið er útgivin av umsitingini í USA, ið granskar viðurskiftini í havinum og lofthavinum. Úrslitini í kanningini vísa, at avleiðingarnar av støðugu upphitingini blíva við at hópa seg upp. Áhaldandi upphitingin í Arktis hevur við sær stór umhvørvisárin. Bæði í mátanum, sum vit høvdu væntað, og eisini uppá ymiskar mátar, sum vit ikki høvdu væntað, ljóðar í nýggju, amerikonsku veðurlagsfrágreiðingini. Tað kemur eisini fram í kanningini, at hitin í Arktis tey seinastu fimm árini slær allar mátingar síðan 1900, sum tað stendur orðað í frágreiðingini. Ein altjóða kanning av plasti í heimsins høvum vísti herfyri, at nøgdin av mikroplasti í havinum við Arktis er hægri enn í nøkrum øðrum havi í heiminum, stendur í frágreiðingini. 42 fólk hava fingið skaða í eini spreinging í einari matstovu í fimtstørsta býnum í Japan, Sapporo, sambært útlendskum fjølmiðlum á staðnum. Orsøkin, til spreingingina í Toyohira økinum, er higartil ókend, men sjónarváttar hava greitt frá um gasslukt í økinum, sambært sjónvarpsrásini, NHK. Myndir, ið eru lagdar á sosialu miðlarnar, vísa stórar oyðileggingar. Eldur kom í eftir spreingingina, og nógv fólk eru koyrd á sjúkrahús, skrivar tíðindastovan, AP. Eg hoyrdi ein brest, ið líktist torusláttri og bygningar skulvu, sigur ein sjónarvátti, sum býr í økinum, har spreingingin hevur verið, sambært tíðindastovuni. Løgreglan í japanska býnum hevur avbyrgt økið, har spreingingin var, av ótta fyri fleiri spreingingum. Fráboðanin um spreingingina kom umleið 11 30 í dag um okkara tíð. Atlantsflog hevur biðið amerikonsku flogmynduleikarnar um loyvi at flúgva rutuflúgving og charterflúgving millum Vágar og New York. Tað skrivar Aviator, sum er amerikanskur miðil um flogferðslu, og tað váttar Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi, eisini fyri Kringvarpinum. Tað er rætt, at vit júst hava søkt um loyvi at flúgva til New York, og vit bíða nú eftir svari. Ætlanin er at gera nakrar fáar túrar á heysti 2019 einar 4 6 túrar, sjeynda hvønn dag, sigur Jóhanna á Bergi. Flogið verður við nýggja Airbus 320 neo flogfarinum, sum Altantic Airways fær næsta ár. Í flogfarinum er pláss fyri 174 ferðafólkum. Jóhanna á Bergi leggur aftrat, at tað annars framvegis eru góðir møguleikar at flúgva umvegis Keflavík til USA alt árið, men hon heldur, at tað er nakað heilt serligt, at binda Vágar og New York saman beinleiðis. Og flogrutan kann fáa stóran týdning fyri føroysku ferðavinnuna, vísur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands á. Hon sigur, at talið av amerikanskum ferðafólkum í Føroyum er vaksið nógv seinastu árini, men tað fer ivaleyst at vaksa meira, um beinleiðis flogsamband verður millum Føroyar og New York. Visit Faroe Islands hevur lagt seg mest eftir at lýsa við Føroyum sum ferðamannamáli á evropeiska marknaðinum, men hevur eisini verið virkið á amerikanska marknaðinum. Og nú fara vit helst at verða enn meira virkin á stóra amerikanska marknaðinum , sigur Guðrið Højgaard. Hon vísur á, at amerikansk ferðafólk eru keypisterk, tey keypa túrar og útferðir, og sum heild er Amerika ein góður marknaður. Tá umsóknin er viðgjørd av amerikansku flogmynduleikinum, skulu eisini danskir myndugleikar góðkenna flogrutuna hjá Atlantsflogi millum New York og Føroyar. Amerikanski miðilin Aviator skrivar eisini, at flogrutan millum USA og Føroyar ferð at opna fyri nýggjar marknaðir bæði fyri ferðandi í USA og í Føroyum, tí onki annað flogfelag flýgur í løtuni millum londini. Aviator leggur aftrat, at trý nýggj hotel eru í gerð í Havn, sum kunnu taka ímóti einum vaksandi eftirspurnini eftir gistingarplássum í Føroyum. Talið av positivum royndum fyri kynssjúkuni klamydia var tað hægsta í fjør síðani ár 2000. Tað sæst í frágreiðingini hjá landslæknanum fyri 2017. Bæði talið av kanningum fyri klamydia og av positivum royndum hevur svingað nógv síðani ár 2000. Eitt nú vóru 1354 fólk kannaði í 2016, og av teimum høvdu 156 klamydia. Tað vil siga at talið av staðfestum tilburðum vaks við 105 fólkum frá 2016 2017. Og tað gevur landslæknin eisini ætlanir um at gera í næstum, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni í stuttari viðmerking. Tað er órógvandi at talið av kamydiatilburðum vaksur, og tí er neyðugt aftur at upplýsa um fyribyrging og viðgerð , sigur landslæknin. Klamydia smittar gjøgnum kynsliga samlegu. Tað eru ikki øll, sum eru smittað, sum merkja nakað til sjúkuna, men sjúkueyðkenni eru sviði, pína, ørðvísi útflot ella bløðing úr kynsgøgnunum. Klamydia kann viðgerðast við antibiotika. Verður sjúkan ikki viðgjørd, kann hon menna seg til eina infektión í kokuni, og kann hetta hava við sær, at persónurin hevur torførari við at fáa børn. Uppskotið til fíggjarlóg fyri 2019 fær aðru viðgerð í Løgtinginum í dag. Meirlutin í fíggjarnevndini mælir til ymsar broytingar í mun til uppruna uppskotið. Meirilutin í Fíggjarnevndini heldur, at Hvalbiartunnilin skal gerast sum skjótast og hevur tí flutt fram játtan upp á 19 milliónir krónur frá 2020 til 2019. Eisini verður játtan til Talan er um listan yvir telvarar, sum standa seg serliga væl í kviktalvi, og sum er almannakunngjørdur um dagarnar. Í kviktalvi hevur telvari vanliga hálvan tíma ella 25 minuttir til talvið. Ovast á hesum lista er norðski heimsmeistarin Magnus Carlsen. Hann er somuleiðis einasti norðurlendingur, sum er frammanfyri Helga Dam Ziska á listanum yvir sterkastu telvarar í kviktalvi. Til tess at tryggja, at farast kann til verka so skjótt sum møguligt, er meirilutin samdur um at hækka játtanina til níggju milliónir krónur í 2019, tað vil siga við 2 milliónum krónum. Tvær milliónir verða settar av til at fyrireika tunnil úr Gøtudali til Skálabotn, fyri at leiða ferðsluna úr økinum norðan fyri Gøtueiði um Skálabotn og eftir vestara armi á Skálafjørðinum til Eysturoyartunnilin. Løgtingið fer at hava aðru viðgerð av uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2019 í dag. Uppskotið skal samtykkjast við triðju viðgerð, áðrenn løgtingið fer heim í jólafrí. Men Theresa May, forsætisráðharri, er ímóti eini nýggjari fólkaatkvøðu, tí hon fer at fremmandagera bretska fólkið og oyðileggja álitið á politisku skipanina, sigur hon. Í síðstu viku avlýsti Theresa May eina atkvøðu í undirhúsinum um avtaluna, sum hon hevur gjørt við ES, tí hon ikki væntaði, at hon fór at verða samtykt. Tony Blair hevur sagt, at hann virðir miðvísu royndirnar hjá May at fáa eina avtalu, men at tá ið so nógv tingfólk eru ímóti, er eingin meining í at halda fram við at grava . sum hann málber seg. So siga vit við tey, sum atkvøddu fyri seinastu fólkaatkvøðu, at okkara fólkaræði ikki riggar. Ein nýggj atkvøða hjálpir ikki, og hon fer bara at elva til meira tvídrátt í samfelagnum, júst tá ið vit eiga at arbeiða fyri at semjast sigur Theresa May. Fiskivinnan fer at geva 321 milliónir krónur í beinleiðis inntøku til landskassan næsta ár. Tað er nýggjasta metingin hjá embætisfólki í Fiskimálráðnum og Fíggjarmálaráðnum. Metingarnar taka støði í lógini um sjófeingi og lógaruppskotinum um veiðigjald, sum landsstýrismaðurin legði fyri tingið í síðstu viku, har kilogjald á uppjóvarfisk heldur fram eisini næsta ár. Sambært eini meting hjá Hans Ellefsen, ráðgeva í Fiskimálaráðnum, fær landskassin 175 milliónir krónur í inntøku frá uppboðssølu av fiskirættindum næsta ár. Metingin byggir á upphæddirnar, sum rættindi vórðu seld fyri á uppboðssølunum fyrr í ár, og at rættindi á Flemish Kap verða seld fyri eina krónu kilo. Í síðstu viku gjørdist greitt, at verandi veiðigjøld halda fram eisini næsta ár. Tað merkir, at veiðigjaldið verður eina krónu fyri hvørt kilo av makreli, 75 oyru fyri kilo av norðhavssild og 20 oyru fyri kilo av svartkjafti. Talan er um hvørt fiskað kilo í rundari vekt. Fíggjarmálaráðið tekur metingina úr Fiskimálaráðnum til eftirtektar í síni nýggjastu inntøkumeting. Ráðið staðfestir, at sambært fíggjarlógaruppskotinum, sum varð lagt fram síðst í september, skal fiskivinnan geva 355 milliónir í landskassan. Tað eru 34 milliónir meira enn nýggjasta inntøkumetingin. Men embætisfólkini í Fíggjarmálaráðnum siga, at aðrar inntøkur geva tilsamans 35 milliónir krónur afturat, og tí verða samlaðu inntøkurnar kortini á sama støði, sum upprunaliga mett. Endamálið er, sambært flokkinum, at gera upp við fíggjarheimin, har peningastovnar leggja alsamt fleiri gjøld á síni viðskiftafólk og harumframt renna seg í gølu oman á gølu um hvítting av pengum og skattasvik. Í kjalarvørrinum av hesum gølum spyrja nógv, hví tað eftirhondini ikki ber til at fáa ein einfaldan banka, har pengarnir ikki verða brúktir til spekulatión ella onnur skeiv endamál, sigur Pelle Dragsted, framsøgumaður í fíggjarmálum hjá Eindarlistanum. Í Føroyum skjýtur Miðflokkurin upp at seta á stovn ein almennan bústaðarbanka, sum skal veita fígging til bústaðarbygging og bústaðarkeyp kring alt landið. Sambært lógaruppskotinum, sum framvegis liggur í fíggjarnevndini hjá løgtinginum, skal landskassin seta 500 milliónir krónur í stovnsfæ í bústaðarbankan. Tey, sum valdu ársins orð vóru Sólva Jónsdóttir, forkvinna í Málráðnum, Jón Brian Hvidtfeldt, sum er formaður í Felagnum fyri Føroysk Miðlafólk og Sølvi Jespersen, sum er formaður í Felagnum Føroysk Marknaðarfólk. Sólvá og Sølvi valdu ræstkjøtaburgaran, meðan Jón Brian vildi hava Glasir sum ársins orð. Tað var í summar, at kommunan skrivaði út búmerkjakapping. Tá freistin at lata uppskot inn var farin, vóru 59 uppskot komin inn. Tað stendur at lesa á heimasíðuni hjá kommununi. Til avdúkingina helt Pole Hansen, varaborgarstjóri, røðu, og hann segði um vinnarauppskotið, at nýggja búmerkið hevur íblástur frá býlinginum við Sjógv, ið kommunan ber navnið á. Búmerkið lýsir eitt tað eyðkendasta staðið í Sjóvar kommunu, sum øll, ið hava verið har, leggja til merkis, og sum er eins og nalvin í býlinginum við Sjógv, og tí eisini í Sjóvar kommunu. Hoyr sendingina her, Luttakarar, Petur Hans Dahl, Heðin Mortensen, Ólavur Ellefsen, Signar í Homrum, Sólvá Jónsdóttir og Jón Brian Hvidtfeldt. Tey 16 liðini, sum spældu seg víðari úr bólkaspælinum, hava nú fingið at vita, hvat teirra mótstøðulið í fyrsta umfari í knock out kappingini verður. Hesi eru Barcelona, Bayern Munich, Borussia Dortmund, FC Porto, Juventus, Manchester City, Paris Saint Germain, Real Madrid, Ajax, AS Roma, Atletico Madrid, Liverpool, Lyon, Manchester United, Schalke og Tottenham Hotspur. Lið, sum endaðu nummar eitt í teirra bólki, skulu hitta lið, sum endaðu nummar tvey í teirra bólki. Men lið úr sama landi kunnu ikki hittast. Lutakastið gjørdist FC Schalke 04 Manchester City Atletico Madrid Juventus Manchester United Paris Saint German Tottenham Borussia Dortmund Lyon Barcelona Roma Porto Ajax Real Madrid Liverpool Bayern Munchen Seinni partur av útvarpsdokumentari um stríðið um Rás Tórshavn í 1995, tá MTV varð sløkt, og ungdómurin í Havn gekk mótmælisgongu. Telefonrisin Orange hevur sagt, at tað kemur ikki upp á tal at brúka Huawei útgerð í Fraklandi, og Týska felagið Deutche Telekom sigur seg hyggja nærri at sínum innkeypi frá Huawei. Huawei selur snildtelefonir og aðra samskiftistøkni útgerð, men í fleiri londum hava myndugleikar fingið mistanka um, at Huawei útgerð kann ganga út yvir KT trygdina. Fyri stuttum var fíggjarstjórin í Huawei, Meng Wanzhou, handtikin í Kanada. Eitt rættarmál skal nú gera av, um hon skal útflýggjast til USA. Amerikanskir ákærar vilja vera við, at hon hevur hjálpt Huawei at snúgva sær um sanktiónir móti Iran. Yvirhøvur hevur Huawei onga atgongd til amerikanska marknaðin longur, tí myndugleikar halda fyritøkuna arbeiða fyri kinesisku stjórnina. Fregnar og trygdartænastur ræðast serliga, at Huawei fær eina ov stóra ávirkan í 5G netum, sum fer at mynda internetið í framtíðini. Landsstýriskvinnan í mentamálum hevur gjørt alt, sum hon skal gera í málinum um kollsigldu byggiverkætlanina við skúladeplinum í Marknagili í Havn. Tað er niðurstøðan hjá løgmanni, sum nú hevur lisið og viðgjørt frágreiðingina, sum Landsverk lat Samferðslumálaráðnum mikudagin í síðstu viku. Løgmaður festir seg við, at í frágreiðingini hjá Landsverki verður víst á, at í upprunaligu sáttmálunum um at byggja Glasir eru mongdarlistarnir skeivir, og tí gerast rokningarnar størri enn upprunaliga væntað. Mistakið liggur hjá BIG, sambært Landsverki, og har stendur málið nú, sambært Akseli V. Johannesen. Vísir tað seg, at politiskur meiriluti ikki er fyri at játta fleiri pengar til Glasir, tí at Rigmor Dam er landsstýriskvinna, so er Javnaðarflokkurin sinnaður til at loysa landsstýriskvinnuna úr sessinum, sigur Aksel V. Johannesen. Eftir stendur spurningurin um politisku ábyrgdina. Ein ábyrgd, sum sambært andstøðuni í løgtinginum og eisini sjálvum løgtingsformanninum Páll á Reynatúgvu liggur hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum, sum eigur skúlan. Sambært løgmanni hevur Rigmor Dam gjørt tað, sum hon skal í hesum máli, og hon hevur tikið øll neyðug stig, tá hon varð kunnað um meirnýtsluna og tørvin á eykajáttan fyri at gera skúladepilin lidnan. Løgmaður mælir somuleiðis tinginum til at bíða við at viðgera eykajáttanarumbønina frá landsstýriskvinnuni til eftir nýggjár. Tí tá sleppur tingið frá at játta pengar til staðfestu meirnýtsluna, og tá fæst væntandi meiriluti fyri at játta neyðugu pengarnar til at gera skúlan lidnan, sigur Aksel V. Johannesen. Eykajáttanin varð løgd fyri løgtingið sum eitt skundmál, 6. november, men fíggjarnevndin vil ikki avgreiða tað. Ósemja er millum embætisfólkini í Fíggjarmálaráðnum og embætisfólkini í løgtinginum um, hvussu játtanarskipanin skal tulkast, og hvussu pengarnir skulu játtast. Fíggjarmálaráðið tvíheldur um, at pengar, sum longu eru brúktir, koma fram um pengar, sum skulu brúkast. Men løgtingið vil ikki játta pengar, sum longu eru brúktir tí tað kann tulkast sum at blástempla óheimilaða meirnýtslu. Barsilsskipanin hevur stóra ávirkan á onnur viðurskifti í samfelagnum. Bæði tá talan er um javnstøðu, tilknýti til barnið og arbeisðmarkna. Samgongan hevur sett sær fyri at leingja rættin til barsilspening til eitt ár. Samferðslumálaráðið hevur lagt uppskot fram, sum snýr seg um at leingja barnsburðarfarloyvið við tveimum vikum. Pápin fær rættin til ta einu vikuna, meðan foreldrini sjálvi gera av, hvør teirra nýtir rættin til hina vikuna. Ólavur Ellefsen heldur, at allar vikur, ið verða lagdar afturat barsilsskipanini skulu markast til pápan. Orsøkin er, at teir eru, sambært honum, fyri vanbýti í barsilsskipanini. Heðin Mortensen, landsstýrismaður, ið varðar av økinum heldur, at tað skal vera upp til foreldrini at velja, hvør fer í barnsburðarfarloyvi. Ein 46 ára gamal maður er dømdur fimm mánaðir treytaða fongsulsrevsing fyri at hava framt harðskap móti fyrrverandi unnustu síni. Tað skrivar in.fo . Dómarin segði, at hon hevði tikið frágreiðingina hjá unnustuni til eftirtektar, og eisini viðmerkingarnar frá læknunum á skaðastovuni. Gentan greiddi frá, hvussu hann í fleiri tímar hevði harðligur móti sær. Tey høvdu skeldast seinastu tíðina og hon hevði gjørt tað liðugt, men hann vildi tosa meiri um tað. Tá hann so varnaðist eitt samskifti á telefon hennara millum seg og ein annan mann, bleiv hann frá sær sjálvum, skrivar in.fo. Seinna ákæran snúði seg um neyðtøkuroynd. Her metti dómarin ikki, at ákæruvaldið hevði prógvað, at hann hevði ætlanir at neyðtaka kvinnuna. Tí bleiv hann ikki dømdur fyri tað. Hann varð kortini dømdur fyri blúnisbrot og fyri at hava roynt at hava aðra kynsliga samveru enn samlegu við kvinnuna. 46 ára gamli maðurin skal gera 100 tímar samfelagstænastu, umframt at hann ikki skal fremja líknandi lógarbrot næsta árið. Somuleiðis skal hann rinda kvinnuni 16.000 krónur í endurgjaldi, skrivar in.fo. Vinnan stúrir fyri útflutninginum til Íslands, nú Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnu og uttanríkismálum, hevur biðið løgtingið um heimild at siga Hoyvíkssáttmálan upp. Landsstýrismaðurin sigur, at tað eru krøvini í lógini um sjófeingi, millum annað um útlendskan ognarskap, sum gera, at sáttmálin annaðhvørt má broytast ella sigast upp fyri 1. januar. Leysliga mett eiga íslendskar fyritøkur 500 milliónir krónur í føroyskum fyritøkum, men hinvegin eiga føroyingar bara 10 milliónir í íslendskum fyritøkum. Nú er ætlanin at flúgva beinleiðis millum Vágar og New York, og gongst sum ætlað byrjar Atlantsflog flúgvingina í september næsta ár. Beinleiðis flogsamband hevur ikki verið á hesi farleiðini fyrr, men við nýggja flogfarinum, sum Atlantsflog fær næsta ár, ber til at flúgva beinleiðis millum Vágar og New York. Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, ætlar ikki at geva skarvin yvir, hóast tað vísir seg, at meiriluti er í tinginum fyri einum misáliti á seg í málinum um skúlabyggingina í Marknagili. Andstøðan sigur, at tekur landsstýrið ikki politiska ábyrgd av meirnýtsluni, umhugsar hon at leggja fram misálit á landsstýriskvinnuna í mentamálum. Løgtingið hevði ikki stundir at viðgera fíggjarlógaruppskotið á annars drúgva tingfundinum, sum endaði um ellivu tíðina í gjárkvøldið. 2. viðgerð av fíggjarlógaruppskotinum er tí sett á dagsskránna fyri tingfundin, sum byrjar klokkan 10 fyrrapartin. Fyrst skal løgtingið avgreiða tvey mál, sum koma til 3.viðgerð. Talan er um at broyta lógina um viðbót til ávísar pensjónistar, og at leingja verandi lóg um veiðigjald, har ávíst kilogjald verður lagt á makrel, norðhavssild og svartkjaft, eisini næsta ár. Tað uppskotið varð samtykt við 22 atkvøðum fyri og 10 ímóti á tíngfundinum í gjárkvøldið. Fyrr í gjár samtykti løgtingið at geva landsstýrismanninum í vinnumálum heimild at einskilja Posta. Breiður meiriluti av løgtinginum tók undir við broytingaruppskotinum hjá samgongulimunum í Vinnunevndini, sum mæltu til at seta í einskiljingar lógina, at veitingarskyldan hjá Posta skal halda fram í í minsta lagi 10 ár . Upprunauppskotið segði bara í 10 ár . Eisini varð mælt til at seta beinleiðis í lógartekstin, at allir post søguligir lutir og øll listarverk hjá Posta skulu framhaldandi vera verandi hjá landinum og latast ávíkavist Søvnum Landsins og Listasavninum. Við hesum broytingum atkvøddu 28 tingfólk fyri at einskilja Posta, tvær atkvøður vóru ímóti og ein atkvøða blonk. Málið um at einskilja Posta skal til 3. viðgerð, áðrenn tað er endaliga avgreitt úr tinginum. Uppskotið um at áseta fiskidagar fyri næsta ár var til 1. viðgerð í gjár og liggur nú í vinnunevndini. Enn er 2. viðgerð av hesum tingmáli ikki sett á dagsskrá, men fiskidagarnir skulu so samtykkjast fyri nýggjár, tá teir koma í gildi. Annars verða eingi fiskiloyvi útskrivað. Uppskotið til samtyktar um at geva landsstýrismanninum í uttanríkismálum heimild at siga upp Hoyvíkssáttmálan var somuleiðis til 1. viðgerð í gjárkvøldið. Tað málið liggur nú í uttanlandsnevndini. Borg vil vera ein heildarveitari til alt innan byggivinnuna í Føroyum, til bæði privat og vinnulig viðskiftafólk. Tað stendur í felags tíðindaskrivi frá familjufyritøkunum Havnar Timburhandil og Borg, sum nú gerast ein og sama fyritøka. Borg er samanrenning av fyrtøkum í Eysturoy og Norðoyggjum. sum vinnulívsmaðurin, fyrrverandi borgarstjórin og løgtingsmaðurin Rodmund Nielsen eigur og er stjóri fyri. Løgtingið hevur nú givið SEV heimild at selja streymin bíligari til tey, sum hava hitapumpu ella elbil. 19 tinglimir atkvøddu fyri og 14 ímóti, tá lógaruppskotið um differentieraðar elprísir var til 3.viðgerð í gjár. Lógarbroytingin gevur SEV heimild at selja streym til hitapumpur og elbilar 40 oyru bíligari enn annars galdandi prísur. Harumframt kemur meirvirðisgjaldið, og fyri brúkaran kann avslátturin tí gerast upp til 50 oyru fyri kilowatt tíman. Í lógaruppskotinum verður nevnt sum dømi, at brúkar hitapumpan hjá einum húski 8000 kilowatt tímar um árið, so kann húskið spara 4000 krónur um árið. Brúkar el bilurin hjá húskinum til dømis 4.000 kilowatt tímar um árið, so kann húskið nú spara 2.000 krónur har. Meðan SEV nú hevur fingið lógarheimild at selja streym bíligari til tey, sum hava hitapumpu ella elbil, so er greitt, at el prísurin annars dýrkar. Fyri eitt vanligt húsarhald, sum brúkar 6.000 kilowatt tímar um árið, merkir príshækkingin 750 krónur í eykarokning um árið, sambært SEV. Ætlanin hjá landsstýrinum um at hækka skattafría loftið at leiga út bústaðir, úr 50.000 krónum upp í 150.000 krónur, kann føra til spekulatión. Uppskotið um at hækka skattafrádráttin var annars partur av bústaðarpakkanum hjá landsstýrinum, og endamálið við uppskotinum var at eggja fólki til at langtíðarleiga bústaðir, sum annars standa tómir, og harvið bøta um bústaðarneyðina. Nevndin sær fyri sær, at skattafría markið eisini kann hava við sær, at munandi fleiri bústaðir verða keyptir við útleigan fyri eyga. Avleiðingin verður øktur eftirspurningur og enn hægri sethúsaprísir. Og tann gongdin tænir ikki teimum, sum frammanundan hava trupult við at fáa føtur undir egið borð. Tí mælir nevndin til, at skattafría markið í fyrsta umfari bert verður hækkað til 100.000 krónur, og at broytingin í fyrsta umfari bert verður galdandi í trý ár. Áðrenn hesi trý árini eru farin, skal metast um, hvørt broytingin livir upp til sítt endamál, og um jaliga ávirkanin vigar upp ímóti møguligum neiligum fylgjum av broytingini. Breiður meiriluti av løgtinginum tók undir við broytingaruppskotinum frá fíggjarnevndini, og samtykti í gjár at hækka skattafrádráttin úr 50.000 krónum upp í 100.000 krónur. Túrarnir úr Skopun klokkan 06 45 og av Gomlurætt klokkan 07 25 vórðu ikki sigldir í morgun. Siglt varð tó úr Skopun aftur klokkan 8 10 og eftir ætlan verður siglt sambært ferðaætlan tað, ið eftir er av degnum. Smyril siglir soleiðis í dag av Krambatanga klokkan 07 00 og úr Tórshavn klokkan 18 30. Smyril siglir ikki túrarnir úr Tórshavn klokkan 13 00 og av Krambatanga klokkan 15 30. Fleiri túsund fólk mótmæltu sunnudagin uttanfyri parlamentið og uttanfyri almennu sjónvarpsstøðina í Budapest í Ungarn. Eisini vóru mótmælisgongur í øðrum størri býum í landinum. Hetta er fjórða mótmælisgonga í eina viku. Í gjár royndu tvey mótmælisfólk, sum sita í tjóðartinginum, at sleppa inn í almenna sjónvarpið, MTVA, fyri at lesa eini boð upp, men tað eydnaðist ikki. Sama lógin gevur arbeiðsgevarum heimild at bíða við at rinda fyri yvirtíðina í trý ár, og tí rópa mótmælisfólkini hesa lóg fyri trælalógin. Hin umstrídda lógin, sum er sett í gildi, ger, at myndugleikarnir skulu seta nýggjan dómstól, sum millum annað skal døma í málum, sum snúgva seg um vallógina og mutur. Dómstólurin skal leggjast beinleiðis undir løgmálaráðið. Tað er í stríð við valdbýtisprinsippið, um at dómstólar skulu verða leysir av politiskari stýring. Orsøkin til nýskipanirnar er trot á arbeiðsmegi. Fólk flyta úr landinum, samstundis sum landið bara vil taka ímóti fáum tilflytarum. Funnist verður at nýggja dómstólinum, og sagt verður, at hann er stovnaður fyri at tulka vallógina til frama fyri valdshavarar, tí tað eru ofta teir, sum verða skuldsettir fyri mutur. Eisini verður sagt, at nýggi dómstólurin er liður í avlagingini hjá Victor Orban, forsætisráðharra, av demokratinum, síðani hann varð valdur fyri aðru ferð í 2010. Stjórnarflokkurin, Fidesz, hevur meirilutan í parlamentinum, og tað merkir, at stjórnin kann fáa lógaruppskot samtykt uttan at taka atlit at andstøðuni, sum er veik. Fyri nógvar veljarar hevði tað stóran týdning undir valstríðnum í apríl, at verja landið móti muslimskum tilflytarum. Tað var eisini eitt av høvuðsevnunum undir valstríðnum í aprílmánaði, tá Orban varð afturvaldur fyri triðju ferð. Talan er um tveir menn, sum í brúnligum munkaklæðum, á ágangandi hátt royndu at selja lutir til fólk á gøtuni í Havn og at fáa stuðul til vælgerandi endamál. Um fólk ikki høvdu reiðan pening, so høvdu teir gjalds terminal. Tey, sum keyptu ella stuðlaðu, hildu seg rinda í donskum krónum, men tað vísir seg, at tey hava rindað í evrum, sum er meira enn sjeyferðir so nógv. Hildur Hentze, vaktleiðari á politistøðini, sigur, at løgreglan leitar eftir monnunum, men ivasamt er, um teir framvegis eru í Føroyum. Soleiðis ávarar norðurkoreiska uttanríkisráðið USA í tíðindaskrivi sunnukvøldið, eftir at stjórnin hjá Trump, forseta, hevði samtykt nýggj tiltøk móti trimum norðurkoreiskum embætisfólkum fyri brot á mannarættindi. Tað skrivar The New York Times. Heldur Trump stjórn fram at samtykkja nýggj tiltøk móti stýrinum, fer tað at forða tilgongdini fram móti at landið avdubbar kjarnorkuvápnini, sigur NorðurKorea. Tá amerikanski forsetin, Donald Trump, og norðurkoreiski leiðarin, Kim Jong un, hittust í junimánaði í ár, bant norðurkoreiski leiðarin seg til at arbeiða fyri fullkomnari kjarnorku avdubbing, og afturfyri lovaði Trump frið og betri viðurskifti við landið. Síðani boðaði Trump frá, at trupulleikarnir við Norðurkorea eru loystir. Verður friður og betri samskifti við USA, tá kjarnorkuvápnini í Norðurkorea eru burtur ella fer Kim Jong un at bíða eftir betri viðurskiftunum við USA, áðrenn hann avdubbar Politiska linjan óbroytt Amerikanski uttanríkisráðharrin, Mike Pompeo, og norðurkoreiski uttanríkisráðharrin, Kim Yong chol, skuldu eftir æltan hittast í New York í november, men Norðurkorea avlýsti fundin, tí USA enn ikki hevur sett revsitiltøk úr gildi. Enn er ógreitt, nær fundurin verður. Donald Trump skrivaði á Twitter fríggjadagin, at fólk í heilum spyrja hann, hvussu gongst við samráðingum við Norðurkorea. Og eg svari altíð, at vit hava ikki skund, og stórur møguleiki er fyri góðari búskaparligari framgongd hjá hasum landinum, skrivar Trump í Twitter boðunum. USA hevur hildið sína politisku linju móti Norðurkorea síðani teir báðir leiðararnir fyri hálvum ári síðani hittust í Singapore fyri fyrstu ferð. Síðani tá hevur stjórnin hjá Trump samtykt fleiri tiltøk móti fyritøkum og einstaklingur, sum eru undir illgruna fyri hvítting og fyri telduálop til frama fyri Norðurkorea. Hjørtirnir vórðu skotnir til minnis, teir vórðu skotnir ólógliga og oftast um náttina. Maðurin tók bara høvdið á hjørtunum við sær heim, segði Don Totter, umboð fyri ákæruvaldið í Lawrence County. Men 29 ára gamli maðurin fær eisini eyka revsing. Hann skal hyggja eftir teknifilminum hjá Walt Disney, Bambi, í minsta lagi eina ferð um mánaðin. Í stuttari fráboðan frá Manchester United stendur bara, at Jose Mourinho er farin úr felagnum beinanvegin, og at felagið takkar honum fyri arbeiðið og ynskir honum blíðan byr. 55 ára gamli Jose Mourinho hevur verið venjari hjá Manchester United í hálvt triðja ár. Kappingarárið hjá enska stórfelagnum hevur verið sera vánaligt higartil, og liðið liggur á einum sætta pláss, heili 19 stig aftanfyri oddaliðið Liverpool og 11 stig aftan fyri Chelsea á fjórða plássi. Manchester United hevur bara fingið 26 stig fyri fyrstu 17 dystirnar, og er tað vánaligasta úrtøkan hjá stórfelagnum síðani kappingarárið 1990 91. Ein fyribils venjari verður settur at taka sær av liðnum, tað ið er eftir av verandi kappingarári, meðan leitað verður eftir einum nýggjum venjara. Síðsti dysturin hjá Jose Mourinho var á Anfield sunnudagin, har Manchester United tapti 3 1 móti Liverpool. Í gjár vóru júst trý ár síðani sami Jose Mourinho fekk fótin í Chelsea, sum tað kappingarárið hevði fingið eina stak vánaliga byrjan. Elin Reinert Planck, dagligur leiðari í Kvinnuhúsinum, hevur gjørt nógv burtur úr at pynta til jóla. Kvinnurnar og børnini, ið búgva her, skulu eisini merkja hitan frá jólunum. Plásstrot hevur eisini merkt Kvinnuhúsið serliga nógv í ár. Dagligi leiðarin greiðir frá, at tey hava upplivað fimm ferðir, at givið kvinnum, ið ynskja at búgva har í eitt tíðarskeið, noktandi svar. 100 ár eru liðin síðani fyrsta kvinna stillaði upp og varð vald í kommunustýrið í Føroyum. Demokratia hevur av hesi orsøk úr hondum nýggja bók, sum eitur Kvinnur í Kommunupolitikki . Henda bókin hevur stóran týdning, tí hon er søgan um byrjanina hjá kvinnum, sum fóru uppí politikk og álitssessar annars, sigur Marna Jacobsen, sum hevur ritstjórnað bókina. Teistin siglur tó tveir túrar í hesum tíðarskeiði. Teistin fer úr Skopun klokkan 12 30 og av Gomlurætt klokkan 20 00. Síðani verður siglt sambært ferðaætlani, tað, ið eftir er av kvøldinum. Smyril siglir soleiðis í dag av Krambatanga klokkan 07 00 og úr Tórshavn klokkan 18 30. Smyril siglir ikki túrarnir úr Tórshavn klokkan 13 00 og av Krambatanga klokkan 15 30. Hann hevði frammanundan viðgingið seg sekan í ákæruni, og hann tók við dóminum. Talan er um ógvusligasta mál av sínum slag í Føroyum. Í ákæruritinum stóð, at maðurin hevði umvegis telduna fingið hendur á meir enn 135.000 myndum og 4.000 filmum um barnaporno. Og tað hendi eitt langt tíðarskeið, sum vardi frá 2005 til 2016, tá hann varð avdúkaður. Og tað, sum vigaði mest í dóminum, var, at maðurin nýtti ein hátt til at taka myndir og filmar niður, so onnur fingu atgongd til tilfarið. Tað gjørdi hann ein part av tíðini. Nógv av tí, sum varð umrøtt í rættinum, var av tekniskum slag, millum annað hvussu maðurin hevði fingið fatur á myndunum og filmunum av barnaporno. Maðurin greiddi frá, at hann hevði havt ein tungan ungdóm, við nógvari happing í skúlanum, sum endði við, at hann ikki gjørdi barnaskúlan lidnan. Hann hevði eisini tríggjar ferðir roynt at taka sítt egna lív frá 2003 til 2006. Hann hevur verið í sálarligari og sexuellari viðgerð, og hevur havt tað gott seinastu tíðina. Ákærin segði í dómsviðgerðini, at dómurin átti at vera tvey ára fongsul, tí hann hevði útbreitt barnaporno í eitt ár, og at talan er um størsta mál av slíkum slag í Føroyum. Verjin segði, at talan var um eitt óvanligt mál, men hann mælti til fongsulsrevsing, sum í mesta lagi var 1 ár og átta mánaðir, og so átti ein partur at vera treytaður, sum kundi nýtast til samfelagstænastu ella viðgerð. Ákærdi fekk orðið, áðrenn dómurin fall. Hann visti ikki nakað at siga, segði hann, men hann segði seg vera keddan av tí, sum hann hevði gjørt, bæði ímóti familju og vinum. Dómarin var ikki samdur. Hann gav ákæranum viðhald og dømdi mannin tvey ára fongsulsrevsing. Ført var fram, at talan var um eitt álvarsligt mál, tí myndir sum eru í bólki 3, ið eru tær ógvusligastu, vóru nógvar í tali, og virksemið hevur vart í langa tíð. Tað tók ikki langa tíð, og tey komu aftur og boðaðu dómaranum frá, at dømdi tekur við dóminum, og ikki skjýtur hann inn fyri hægri rætt. Hann hevði frammanundan viðgingið seg sekan í ákæruni, og hann tók við dóminum. Talan er um ógvusligasta mál av sínum slag í Føroyum. Í ákæruritinum stóð, at maðurin hevði umvegis telduna fingið hendur á meir enn 135.000 myndum og 4.000 filmum um barnaporno. Og tað hendi eitt langt tíðarskeið, sum vardi frá 2005 til 2016, tá hann varð avdúkaður. Og tað, sum vigaði mest í dóminum, var, at maðurin nýtti ein hátt til at taka myndir og filmar niður, so onnur fingu atgongd til tilfarið. Tað gjørdi hann ein part av tíðini. Nógv av tí, sum varð umrøtt í rættinum, var av tekniskum slag, millum annað hvussu maðurin hevði fingið fatur á myndunum og filmunum av barnaporno. Maðurin greiddi frá, at hann hevði havt ein tungan ungdóm, við nógvari happing í skúlanum, sum endði við, at hann ikki gjørdi barnaskúlan lidnan. Hann hevði eisini tríggjar ferðir roynt at taka sítt egna lív frá 2003 til 2006. Hann hevur verið í sálarligari og sexuellari viðgerð, og hevur havt tað gott seinastu tíðina. Ákærin segði í dómsviðgerðini, at dómurin átti at vera tvey ára fongsul, tí hann hevði útbreitt barnaporno í eitt ár, og at talan er um størsta mál av slíkum slag í Føroyum. Verjin segði, at talan var um eitt óvanligt mál, men hann mælti til fongsulsrevsing, sum í mesta lagi var 1 ár og átta mánaðir, og so átti ein partur at vera treytaður, sum kundi nýtast til samfelagstænastu ella viðgerð. Ákærdi fekk orðið, áðrenn dómurin fall. Hann visti ikki nakað at siga, segði hann, men hann segði seg vera keddan av tí, sum hann hevði gjørt, bæði ímóti familju og vinum. Dómarin var ikki samdur. Hann gav ákæranum viðhald og dømdi mannin tvey ára fongsulsrevsing. Ført var fram, at talan var um eitt álvarsligt mál, tí myndir sum eru í bólki 3, ið eru tær ógvusligastu, vóru nógvar í tali, og virksemið hevur vart í langa tíð. Tað tók ikki langa tíð, og tey komu aftur og boðaðu dómaranum frá, at dømdi tekur við dóminum, og ikki skjýtur hann inn fyri hægri rætt. Fráboðan kom um hálvgum trý tíðina um, at fólk skuldu halda seg innandura, tí nakrar risastórar plátur vóru rivnar á einum bygningi hjá virkinum Vónin í Fuglafirði. Pláturnar eru 8 metrar langar og fuku í tí nógva vindinum. Tí heitti løgreglan á fólk í Fuglafirði um at halda seg innandura til klokkan 16. Men nú er vindurin minkaður og pláturnar eru festar aftur, so tí er støðan ikki vandamikil meir, sigur Johan Clementsen, sløkkiliðsleiðari í Fuglafjarðar Kommunu. Fráboðan kom um hálvgum trý tíðina um, at fólk skuldu halda seg innandura, tí nakrar risastórar plátur vóru rivnar á einum bygningi hjá virkinum Vónin í Fuglafirði. Pláturnar eru 8 metrar langar og fuku í tí nógva vindinum. Tí heitti løgreglan á fólk í Fuglafirði um at halda seg innandura til klokkan 16. Men nú er vindurin minkaður og pláturnar eru festar aftur, so tí er støðan ikki vandamikil meir, sigur Johan Clementsen, sløkkiliðsleiðari í Fuglafjarðar Kommunu, sum eisini hevur sent okkum hetta videobrotið. Støðan í dag minnir um 80 árini, nú eingin vil taka politiska ábyrgd av, at 14 milliónir eru brúktar í heimildarloysi í samband við skúlabyggingina í Marknagili. Nærum 22.000 føroyskir løntakarar forvinna so lítið, at teir í teorini kunnu søkja um familjuískoyti, nú ein meiriluti í løgtinginum er fyri uppskotinum hjá Sonju Jógvansdóttir um at hækka inntøkumarkið fyri, nær ein persónur ella ein familja kann fáa familjuískoyti. Flogfelagið hevur í dag fingið loyvi at brúka sonevndu RNP skipanina í sínum flogførum, og tað fer at bøta munandi um reglusemið hjá SAS á Føroyarutuni. Borgarar í býnum fingu boð um at halda seg innandura, tí tað var lívshættisligt at vera úti, eftir at stórar veggjaplátur høvdu rivið seg leysar á nýggja bygninginum hjá Vónini. Í meirilutanum eru umframt Annitu á Fríðriksmørk, Bjørt Samuelsen og Henrik Old í samgonguni Magni Laksáfoss, uttanflokkatingmaður. Kaj Leo Holm Johannesen, Jákup Mikkelsen og Kári P. Højgaard taka støðu, tá atkvøtt verður eftir aðru viðgerð, sum væntandi verður í morgin. Uttanlandsnevndin viðgjørdi málið í gjár, og hevði fund við Havsbrún, Føroya reiðarafelag, Framherja, Vinnuhúsið og Poul Michelsen, landsstýrismann í uttanríkis og vinnumálum. Felagið sigur, at uppskotna broytingin í lógini, sum felagið hevur fingið til hoyringar, skal eftir ætlan heimila øllum teimum handlum, sum fyri ein meginpart selja gerandisvørur, eisini at hava opið sunnudagar. Um uppskotið um lógarbroyting ikki verður rættað til soleiðis, at broytingin fevnir um alla vinnu, so heldur Arbeiðsgevarafelagið eins og Handilsvinnufelagið, at afturlatingarlógin skal ikki broytast. Treytin um, at ikki vinnulig útleiga bara kann fevna um leigumál, sum eru í sama bústaði, har útleigari og húski hansara búgva, skal strikast. Við ásetingini fær Almannaverkið rætt til at rinda húsaleiguna í teimum tíðarskeiðum, tá leigumálið stendur tómt, og at rinda privata útleigaranum skaða, sum leigarin hevur framt. Eldralógin skal eisini broytast, so kommunurnar kunnu gera eldraíbúðir til fólk, sum eru trý ár frá fólkapensjónsaldri, sum er 67 ár. Solskjær tekur við eftir Jose Mourinho, sum í gjár bleiv koyrdur úr sessinum. Sáttmálin er galdandi fyri tað, sum er eftir av kappingarárinum. Ole Gunnar Solskjær hevur verið venjari hjá norska felagnum, Molde, síðan 2015. Hann hevur fyrr verið venjari hjá Cardiff og eykaliðnum hjá Manchester United. 30. november í 2017 fekk Liljan Weihe, tíðindaleiðari í Kringvarpinum, ætlanarskriv um uppsøgn frá táverandi Kringvarpsstjóra, Johnny í Grótinum. Liljan Weihe kærdi við tað sama uppsagnina, og góðar fimm mánaðar seinni, tað vil siga í apríl í ár, fekk Liljan Weihe viðhald í kæru síni, og Mentamálaráðið ógildaði uppsøgnina. Í dag, tað vil siga meira enn eitt ár eftir, at Liljan Weihe fekk handað sítt fyrsta uppsagnarskriv, er málið ikki liðugt viðgjørt. Tann 26. februar í ár stóð at lesa á forsíðuni á Sosialinum, at Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, vildi skaffa hassj til ungar gentur . Hesar skuldsetingar elvdu til ørkymlingar í Javnaðarflokkinum. Seinni sama dag segði løgmaður seg vera sera ørkymlaðan av málinum. Hevði eg vitað, at hatta fór at skapa eina yvirskrift, so var eg kanska bara farin í eina aðra ljósareyðu blusu, segði Sonja Jógvansdóttir. Sámal Hansen var ein av stigatakarum til felagið. Sambært Sámali Hansen var felagið stovnað sum eitt alternativ til Pedagogfelagið, sum sambært honum ikki umboðaði hjálparfólk nóg væl. Hjálparfólkini vóru serliga ónøgd um, at grein 11 í lógini hjá Pedagogfelagnum varð broytt á aðalfundinum hjá felagnum, soleidis at hjálparfólk ikki kunnu hava meiriluta í nevndini. Tað var formaðurin í Kringvarpsstýrinum, sum sendi út tíðindaskriv, har stóð at lesa, at báðir partar eru samdir um, at tað er frægast fyri stovnin, at samstarvið partanna millum endar nú . Fyrrverandi fótbóltsspælarin, Todi Jónsson, var í summar gestur í sendingini 25 minuttir til eitt prát um lív, karrieru og fótbólt. Todi Jónsson er fyrsti føroyingurin, sum av álvara gjørdi um seg sum fótbóltsspælari uttanlands. Allíkavæl tímur hann ikki altíð at práta um fótbólt. Føroyski Hans Fróði var ákærdur fyri at hava eggjað einari javnaldrandi kvinnu til at fremja kynslig brotsverk móti sínum egna soni. Tað var eitt heldur serligt mál, sum kom fram í februar í ár, tá Sosialurin legði Bjarna Hammer undir at vilja skaffa hassj til ungar gentur. Tann 26. februar í ár stóð at lesa á forsíðuni á Sosialinum, at Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, vildi skaffa hassj til ungar gentur . Mest lisna greinin á heimasíðuni hjá Kringvarpinum í ár, er ein heldur fittlig søga, sum hendi, tá krúnprinshúskið vitjaði í Føroyum í august. Kristian Samuel í 3.D í Skúlanum á Fløtum hevði gjørt sær stóran ómak at pakka eina serliga gávu inn til krúnprinsin, tá klassin hjá honum fór oman á Kongabrúnna at taka ímóti kongaskipinum. Tá ið lærarin forvitin spurdi, hvat var í pakkanum, svaraði Kristian Jú, eg havi keypt honum fýra pakkar av Mr. Lee, tí tað er ikki at fáa í Danmark . Í samband við útvarpsdokumentarkappingina, sum Kringvarp Føroya hevur skriva út, fer Margarinfabrikkini at hava verskstovu í januar. Happing fer fram millum børnini á føroysku dagstovnunum. Tað vísir úrslitið úr kanningini, sum Barnabati hevur gjørt millum starvsfólk á dagstovnaøkinum. Kanningin er gjørd sum ein liður í átakinum Betri Vinir , sum snýr seg um at steðga happing. sigur Djóni Eidesgaard, aðalskrivari hjá Barnabata. Happing hevur stóra ávirkan á tann, ið verður happaður. Viðkomandi kann fáa sálarligar sjúkur og hava trupult við innlæringini, sigur Tóra Petersen, sálarfrøðiligur ráðgevi hjá Barnabata. Flestu starvsfólkini á stovnum svaraðu, at tey høvdu savna seg um happing. Men ein fjórðingur segði, at tey ikki høvdu gjørt tað. Bert fá av teimum, ið svaraðu høvdu skipaðar relgur og mannagongdir, hvussu tey arbeiddu við happing og trivnaði á dagstovnaøkinum. Á sjeynda ári skrásetur Eyðfinn Magnussen, lektari í lívfrøði á náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, harur, ið verða skotnar í Føroyum í novembur og desembur. Hann sigur, at talið av skrásetingum higartil er minkandi. Hann væntar tó at fáa fleiri skrásetingar inn í januar mánaða, tá harutíðin er av á hesum sinni. Nú verður umkopling gjørd, so at vesturbýurin aftur fær streym, og umleið klokkan 10.30 skuldi streymurin komið aftur, sigur Eirikur Norðberg, vaktleiðari hjá SEV í útvarpstíðindunum klokkan 10. Vága Dansifelag kvøður Stolt Signhild, Jónvør Joensen skipar, og Seyðamannin á Sondum, Jón Joensen skipar. Dansifelagið á Látrinum kvøður Bøhmerlandsdronningen, Rasmus Joensen skipar. Vága Dansifelag kvøður aftur Flóvan Bænadiktson, Jónvør Joensen skipar, Dansifelagið í Havn kvøður Sniálvstátt, Sigmund í Hoyvík skipar. At eda skipar Jón Joensen Tá eg verði stórur í Vága Dansifelag. Norðstreymoyingar kvøða Brókatátt, sum Johannes Bjørgvin skipar. Virgar Dahl skipar Kong Sverke í Dansifelagnum á Látrinum. Vága Dansifelag kvøður Guðbrandskvæði, Heini Holm skipar. Einasta upptøkan vit hava við kvæðinum, Frúgvin Espalín, er tikin upp í Klaksvík, Leivur Jacobsen skipar. Vit hava bara tvær upptøkur við Brúsajøkil og báðar eru tiknar upp í Dansifelagnum í Havn. Í hesi upptøkuni skipar Niels á Velbastað Brúsajøkil. At enda skipar Leo Poulsen 1. tátt í Fuglakvæðinum í Nólsoyar Dansifelag í 1997. Marius Müller, deldarleiðari á Byggi og umhvørvisdeildini hjá Tórshavnar kommunu, sigur, at enn er ov tíðliga at siga, um stórar umvælingar eru neyðugar, og hvussu nógv, tær fara at kosta. Í dag hoyra vit søguna Vættramikkjal og Manushka. Mina Reinert hevur skrivað og søgan er at lesa í Mín jólabók 2014. Páll Danielsen lesur.Eisini hoyra vit tónleik úr familjukonsertini hjá Føroya Symfoniorkestri 2018. Eva á Rógvi er vertur. Landsstýrismaðurin í samferðslumálum fer skjótast møguligt at seta fyribils stjóra at røkja uppgávur stjórans á Landsverki, stendur í tíðindaskrivinum frá Heðini Mortensen. Endamálið við uppskotinum er at millum annað at geva teimum, sum ikki hava rætt til fult útgjald úr Samhaldsfasta, fleiri pengar úr Samhaldsfasta. Tey, sum búgva uttan fyri Føroyar, og ikki gjalda til Samhaldsfasta, sambært norðurlendska sáttmálanum um sosiala trygd, frá minni úr Samhaldsfasta. Dansifelagið í Havn kvøður Sigmundarkvæði eldra. Birgir Djurhuus skipar. Kringvarpið tók upp á Meiarínum í januar 2017. Teir tríggir tættirnir vórðu sendir í trimum sjónvarpssendingum í fjør. Nú eru tættirnir settir saman til eina heild. Nólsoyingar kvøða síðani Fruntatátt, sum Nólsoyar Páll yrkti, Erlendur Thomsen skipar. Poul Johannes Poulsen, Pól Johannes á Gaddinum, yrkti kvæðið um Gunnar á Líðarenda, sum Hargin Joensen skipar í Sumbiar Dansifelag. Jeg ser s mangt er orlogsskib er vísa, sum Eysturoyar Dansifelag kvøður, Sámal Petur Petersen í Funningi skipar. Álvur Kongur er kvæði, sum ikki ofta er at hoyra, og Kringvarpið hevur bara eina upptøku. Hon er við Leikum Fagurt á Sandi. Eyðun Mohr Viderøe skipaði vísuna í Skálavík í 1996. Jón Olsen skipar síðani vísuna Prinds Christian, sum Blicher yrkti, í Tøkum Lætt og Dansifelag Kaggans. Í einari upptøku við Jómsvíkingum í Vági skipar Kristoffer Joensen kvæðið Jómsvíkingar. At enda kvøða tey í Klaksvíkar Dansifelag Der g r dans p Riber gade. Johan Petersen, Skard, skipar. Vit hoyra Vága Dansifelag kvøða Brestiskvæði, Edvard í Skorini Joensen skipar. Høgni Mohr skipar Ormin Langa í Dansifelagnum í Havn. Tøkum Lætt og Dansifelag Kaggans kvøða Í Gøtu ein dag, Óli á Geilini skipar. At enda skipa Maria Kristiansdóttir og Hans Holm Viljorm Kornus. Hesin parturin av matsendingini Vælgagnist, sum var fastur táttur í Útvarpinum um tað mundið, varð sendur fyrstu ferð í Útvarpinum 19. desember í 1992. Jól í Svingi 24 L fyri lomb, Kúgvin Konny, Pettson og Findus, Karlsson á takinum, Skógardýrið Hugo, Jól í svingi, Søgan um jólini. Heðin Mortensen sigur, at hann fer at útnevna ein fyribilsstjóra fyri Landsverk í morgin ella ovurmorgin, og eftir nýggjár verður lýst eftir nýggjum stjóra til Landsverk. Heðin Mortensen var beinleiðis í tíðindunum klokkan 15. Hoyr samrøðuna, ið Beinta Løwe gjørdi við landsstýrismannin, við at trýsta á pílin undir myndini. Andstøðuflokkarnir siga seg ikki hava álit á, at játtaðir pengar vera brúktir til endamálið, so leingi sum landsstýriskvinnan ikki vil taka politiska ábyrgd. Síðani málið um óheimilaðu meirnýtsluna kom fram alment, hevur landsstýrismaðurin ferð aftan á ferð sagt ábyrgdina frá sær, hóast hon gekk á odda, tá skúlin varð tikin í nýtslu í summar. Løgmaður, ið hevur eftirlit við landsstýrismonnunum sambært 33, stk. 2 í Stýriskipanarlógini, vil kortini ikki staðfesta ábyrgdina av meirnýtsluni. Hann letur bara standa til. Pengar eru brúktir í heimildarloysi. Hetta er ólógligt. Løgmaður eigur at røkja sína eftirlitsskyldu, men tað ger hann ikki. Løgmaður hevur í miðlunum víst til Landsverk, ið hevur givið arkitektunum skyldina. Í dag er stjórin í Landsverki loystur úr starvi, fyri at løgmaður skal sleppa undan at taka politiska ábyrgd. Hetta er at rætta bakara fyri smið, sum løgmaður so væl segði í fjølmiðlunum. stendur millum annað í misálitisuppskotinum, sum kann lesast niðanfyri. Orsøkin er íkomna støðan í politikki. Andstøðan hevur hótt við at leggja fram eitt misálitisuppskot á landsstýriskvinnuna við mentamálum fyri handfaring hennara av málinum um meirnýtsluna á Glasi. Fyrr í dag fór stjórin á Landsverki frá. Misálitið væntast koma fyri seinni í kvøld. Enn er tó ov tíðliga at siga, júst nær uppskotið kemur fyri. Fíggjarlógaruppskotið skal fyrst viðgerast liðugt. Tað er eydnast samgognuni at fáa fíggjarlógina fyri 2019 samtykta við triðju og seinastu viðgerð. Atkvøtt var um eina røð av broytingaruppskotum frá bæði samgongu og andstøðu, vit hava ikki heilt yvirlit yvir øll enn, men endin var, at allir 33 løgtingslimir, sum siðvenja er, atkvøddu fyri fíggjarlógini. Síðani var tingfundurin niðurlagdur i eitt korter, áðrenn løgtingið skal viðgera uppskotið um misálit á landsstýriskvinnuna við mentamálum. Tann tingfundurin byrjar klokkan 22 45 í kvøld Sonja Jógvandóttir fanst ikki nevnivert at óheimilaðu meirnýtsluni í ár, men fanst hinvegin at Rigmor Dam og Mentamálaráðnum fyri ikki at hava heitt á eksterna ráðgevar um at kanna byggingina í 2016, tá tað kom undan kavi, at stórar ósemjur vóru millum Landsverk og TG Verk. Sonja fór so mikið langt, at hon helt ikki at Rigmor Dam hevði verið sína ábyrgd vaksna á heysti 2016, tá ein áheitan frá Sonju Jógvandóttir um at taka eitt Time Out og heita á óheftar serfrøðingar um at kanna, hvat vendi upp og niður. Sonja gav tó ikki til kennar, um hon fór at atkvøða fyri ella ímóti misálitisuppskotinum, og løgið nokk, so var hon heldur ikki spurd av øðrum tingfólkum. Hóast fleiri ókendir variablar enn eru í løgtinginum, so er Sonja Jógvandóttir 17 atkvøðan og harvið parlamentariska lívlinjan hjá Rigmor Dam í kvøld. Í løtuni er Magni Laksafoss, uttanflokkatingmaður, á talarastólinum, og tá hann hevur svarað viðmerkingum frá tinglimum í salinum, er tørnið komið til Rigmor Dam, landsstýriskvinnu. Blonku atkvøður eiga Kristin Michelsen úr Javnarflokkinum, Sonja Jógvansdóttir uttanflokkatingkvinna og Magni Laksafoss, uttanflokkatingmaður. Tá atkvøðast skuldi, vóru 15 atkvøður fyri, 15 atkvøður í móti og tríggjar blankar atkvøður. Kristin Mikkelsen, Sonja Jógvansdóttir og Magni Laksáfoss atkvøddu hvørki fyri ella ímóti, og tí fall uppskotið. Tað var tó týðiliga við ringum tannabiti, at Páll á Reynatúgvu trýsti á atkvøðuknøttin. Løgtingsformaðurin tók orðið, sum tann seinasti, og fanst hvassliga at bæði løgmanni og at Rigmod Dam, fyri at hava latið hetta mál koma so vítt, at løgtingið noyddist atkvøða um tað. Páll á Reynatúgvu segði seg vera vónbrotnan av løgmanni og landsstýriskvinnuni við mentamálum, at tey ikki fyrr enn nú í evstu løtu, alment og treytaleyst tóku ábyrgd av málinum. Brennandi spurningurin nú, er um øll handfaringin hjá Mentamálaráðnum, skal kannast. Rigmor Dam segði seg sinnaða at lata seg og sín leiklut kanna av óheftum kanningarstjóra ella løgtinginum og landsstýrismálanevndin var eisini nevnd. Ógreitt er tó, um landsstýrismálanevndin hevur heimild til tílíka kanning. Landsstýrið hevur sent til hoyringar uppskot um lógarbroyting í lógini um Húsalánsgrunnin, so Bústaðir fáa heimild at útskriva lánsbrøv og útvega lutaíbúðir. Endamálið við uppskotinum er at loyva Bústøðum at útskriva lánsbrøv við trygd í føstum ognum hjá Bústøðum fyri at fíggja nýggjar leiguíbúðir. 23.apríl í 2015 samtykti Tórshavnar býráð at fara undir at gera byggiskrá fyri langhyl við verandi svimjihøll, sum varð liðug í 1982. Landsfelag handverkaranna, Føroya handverkarafelag og Kommunala arbeiðsgevarafelagið hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála, sum er galdandi til 1.oktober næsta ár. Nýggja lønartalvan er stytt soleiðis, at tvey tey fyrstu lønarstigini fella burtur, og stigini annars verða lagað til nýggju lønartalvuna. Umframt lønarhækking, fáa handverkarar eftirløn av persónligum ískoytum, og dagføringar, og batar eru gjørdir í ásetingum um millum annað vaktarskyldu og barnsferð. Vit hava orsøk at halda, at tey handtiknu hava skipað fyri, at viðskiftafólk í bankanum kunnu flyta pening, sum møguliga er hvítvaskaður, sigur tíðindastovan, sambært telduposti frá ríkisákæranum. Bankin hevur bara eittans áhugamál, og tað er fáa málið kannað til fulnar. Bankin vil samstarva við allar viðkomandi myndugleikar, sigur fjølmiðlastjórin hjá bankanum, Kenni Leth. Niðurstøðan í frágreiðingini hjá advokatfelagnum er, at í minsta lagi 1.500 milliardir krónur frá útlendskum viðskiftafólkum eru farnar gjøgnum bankadeildina millum 2007 og 2015. Bankin kann fáa milliard stóra bót ikki bara í Danmark, men eisini í USA, har stórur partur av hvítvaskingini, skal hava gingið fyri seg í amerikonskum dollarum. Fimm av teimum størstu arbeiðsgevarafeløgunum í Bretlandi heita nú á bretska undirhúsið um at samtykkja avtaluna hjá Theresu May, forsætisráðharra, skrivar the Guardian. Arbeiðsgevararnir eru forfardir um stríðið í undirhúsinum og ávara um, at fer Bretland úr ES uttan nakra avtalu, so fer illa fyrireikaði bretski búskapurin at klára seg sera illa. Parlamentslimir eiga at gevast við at spæla politikk , sum tey orða seg, og stuðla avtaluni hjá May, siga arbeiðsgevararnir annars verður búskaparligur ruðuleiki. Tilbúgvingin inniber millum annað, at milliardir verða settar av til útlendingamál, landbúnað og onnur øki, og við at seta 3.500 herfólk í bíðistøðu, at hjálpa til í neyðstøðum. Ætlanin er eisini at seta 3.000 fólk í almenna tænastu, til dømis hjá skattamyndugleikanum, og fleiri hundrað trygdarfólk skulu setast afturat á flogvallum og øðrum altjóða farstøðum. Men vinnuligir leiðarar siga, at landið er langt frá at vera til reiðar at slíta við ES uttan at nøkur avtala er millum partarnar frammanundan. Hetta fer við nógvari tíð og pengum, men tað merkir eisini, at fyritøkurnar eru givnar at gera íløgur, og í ringastu førum flyta tær framleiðslu og onnur arbeiðspláss úr Bretlandi. Fyri fyrstu ferð nakrantíð hava granskarar gjørt genetiska kanning av, hvørji fólk fáa akne. Enska blaðið, The Guardian, skrivar, at granskarar nú hava víst á, at akne er genetiskt. Akne er húðsjúka, sum kemur av, at hárrøturnar í húðini verða tiptar. Symptomini eru pirrur og døkkormar, ofta í andlitinum, sum í ringum førum kann elva til angist og tunglyndi hjá rakta persóninum. Kanningin hyggur fyrst og fremst at, hvørji gen fólk hava til felags, sum eru illa rakt av akne, og vitanin kann brúkast at menna nýggja viðgerð. Granskararnir kannaðu 27.000 fólk nærum 6.000 av teimum vóru illa rakt av akne og funnu út av, at genetisk frávik ávirka hárrøturnar, og at hesi ganga aftur hjá teimum, sum eru ringast rakt. Genini ávirka skapi á hárrótunum, og tí halda granskararnir, at hesi gen gera av, um húðin hevur lyndi til at verða ávirkað av bakterium. Hetta er stórt stig á leiðini. Tá ið vit vita meir um genetisku orsøkirnar til akne, kunnu vit menna úrslitabetri viðgerð, sigur Jonathan Barker, húðlækni, sum er ein av granskarunum. At Hoyvíkssáttmálin verður uppsagdur er ein avleiðing av lógini um sjófeingi, ið millum annað ásetir, at útlendingar ikki kunnu eiga í føroysku fiskivinnuni á sjónum. Avmarkingar á ognarskapin hjá íslendingum í føroysku fiskivinnuni er brot á ásetingum í Hoyvíkssáttmálanum, og tí hevur landsstýrið arbeitt við at broyta tær ásetingarnar í Hoyvíkssáttmálanum, tó higartil uttan úrslit. Landsstýrismaðurin í uttanríkis og vinnumálum hevur biðið um loyvi at siga Hoyvíkssáttmálan upp fyrsta januar, tí uppsagnartíðin á sáttmálanum er eitt ár, og eftir tað er ein skiftistíð á fimm ár, har íslendskir íleggjarar í fiskivinnuni kunnu fara úr føroysku fiskivinnuni. Føroyska landsstýrið fer at royna at fáa ein nýggjan sáttmála við íslendsku stjórnina, ið skal avloysa Hoyvíkssáttmálan, men higartil hevur tað ikki borið á mál. Orsøkin, sambært amerikanska forsetanum, er tann, at Islamiski Statur hevur tapt kríggið, og tí er eingin orsøk hjá amerikanarum longur at verða í Sýria. Fleri amerikanskir politikkarar bæði republikanar og demokratar finnast at avgerðini. Tey siga, at um herdeildir fara úr Sýria nú, kann tað hava við sær, at Islamiski Statur fær líkindir at vaksa aftur. Ein grundgeving, ið fleiri útlendskar stjórnir taka undir við. Millum annað sigur bretska stjórnin, at Islamiski Statur framvegis er ein hóttan, og at fult tamarhald er framvegis ikki á støðuni í Sýria. Hinvegin hevur eitt nú Russiska stjórnin tikið undir við avgerðini, at amerikanarar fara úr Sýria. Við hesum verður gjørligt at finna ein politiska semju, siga talsfólk fyri russisku stjórnina. Hildið verður tó, at russar nú síggja sær ein møguleika sjálvir at økja um sína ávirkan í Sýria. Russland hevur tætt tilknýti til forsetan í Sýria, Bashar Al Assad. Tað eru fólk á bandasavnið á Fróðskaparsetrinum, sum hava funnið fram nøkur bond, sum komu í savnið í sjeytiárunum. Upptøkurnar eru frá 1956, gjørdar í Danmarks Radio. Her verður hugleitt um jólaheilsaninar og um fólk fóru at halda fram at senda jólaheilsur til Føroyar eftir at eitt møguligt útvarp varð sett á stovn í Føroyum. Morgunsendingin tosar við Sannu A. Dahl, MA, og vísindaligt hjálparfólk og eisini verður tosað við Tótu Árnadóttir, sum er adjunktur í skaldskapi av manna munni Lodnufiskiskapurin plagar at byrja um mánaðarskiftið januar februar, men tað er óvist um nøkur lodna verður at fiska næsta ár, tí tilmælið um lodnufiskiskapin sigur, at einki skal fiskast næsta ár. Tað er ikki fyrr enn út á várið, at línuskipini plaga at fara í íslendskan sjógv at fiska, og tí kunnu viðurskiftini broytast til ta tíð, sigur Andras Kristiansen. Á útgávuni eru 12 nýggj løg, ið Kári Sverrisson og Hans Jacob Kollslíð hava gjørt til yrkingar úr savninum við sama heiti, sum Hanus Debess Joensen týddi úr kinverskum og gav út í 1976. Politiska framtíðin hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, hekk í klønum tráð, tá andstøðan legði fram uppskot um misálit á hana í gjárkvøldið, tí partar av samgonguni og uttanflokkatingfólkini tóku ikki støðu, fyrr enn atkvøtt varð. Men málið er ikki liðugt enn, tí nú verður ein kanning sett í verk av leiklutinum hjá Rigmor Dam av málinum um skúlabyggingina í Marknagili. Jólagávur kosta pengar, men fleiri finna bæði bíligari og umhvørvisvinarligari gávur enn tær, sum verða keyptar í vanligum handlum. Kristján Vil helms son sigur, at felag hansara er vónsvikið, tí nú noyðist tað at selja lut sín í føroyska fiskiskipaflotanum fyri 1.januar 2025. Íslendska stjórnin krevur, at landsstýrið veitir trygd fyri endurgjaldskravi til felagið Samherja, tí felagið skal úr føroyska fiskiskipaflotanum. Tilboðið er frá føroysku ílegu starvsstovuni Amplexa Genetics, sum er í Odense og eisini hevur deild í granskaralundini iNOVA í Havn. Afturat ílegukanningingini bjóðar Amplexa Genetics kliniska vegleiðing saman við samstarvsfeløgunum í Føroyum, Pero Sore, serlækna á heilsu og viðgerðarmiðstøðini MedCare, og Jenisi av Rana, kommunulækna. Flokkurin helt, at tá fýra sessir eru markaðir fólkatingsfólkunum úr Føroyum og Grønlandi, eru bara átta eftir til hini í fólkatinginum. Og tað er ov lítið, helt flokkurin. Og tí tók fólkatingið undir við. Men í morgun skrivar British Airways á Twitter, at flogvøllurin helst fer at lata uppaftur nú, og sambært The Guardian lendi eitt flogfar í Gatwick tíðliga í morgun, tað fyrsta. Tvær dronur vórðu sæddar mikudagin yvir økinum og fleiri eru sæddar síðani, í minsta lagi ein drona er sædd 122 metrar uppi yvir økinum. Og so seint sum í gjárkvøldið sást ein drona sædd yvir økinum. Ástøði hjá okkum er, at onkur roynur at órógva flogvøllin. Einki bendir á, at hetta hevur samband við yvirgang, sigur Justin Burtenshaw, offiserur, við The Telegraph. Tað er ólógligt at flúgva við dronu í 1 kilometur radius frá einum flogvølli og omanfyri 120 metrar hædd, tí tá er vandi fyri samastoyti við flogfør. Donald Trump, forseti, skrivar á Twitter, at James Mattis leggur frá sær síðst í februar, eftir at hava verið verjumálaráðharri í tvey ár. Víðari skrivar Trump Mattis hevur verið mær stór hjálp. Nýggjur verjumálaráðharri verður tilnevndur sum skjótast, og eg takki James fyri tænastu hansara, skrivar Trump. Í uppsagnarbrævinum skrivar James Mattis, at hann leggur frá sær, so at Trump kann fáa ein verjumálaráðharra, sum hevur sjónarmið, sum eru nærri sínum egnu. Hóast USA støðugt verður tann ómissiligi staturin í frælsa heiminum, kunnu vit ikki verja okkara áhugamál ella hava henda leiklut til fulnar uttan at røkja sterku alliancurnar og vísa virðing fyri sameindu okkara, skrivar Mattis. Tað var væntandi, at Mattis fór at leggja frá, eftir at Trump mikudagin kunngjørdi sigur í Sýria , og at hann nú fer at taka teir 2.000 amerikonsku hermenninar í krígsherjaða landinum heimaftur. Sameind hjá USA og amerikanski herurin hava funnist at avgerðini hjá Trump. Trump hevur eisini, sambært CNN, ætlanir um at taka amerikonsku hermenninar í Afganistan heimaftur um stutta tíð. USA hevur 14.000 hermenn í landinum sum partur av NATO herdeild. Trump hevur leingi verið ímóti, at amerikanskar deildir eru í landinum, og tað hevur elvt til samanbrestir millum Trump og Mattis, sum er fyri NATO samstarvi og at varðveita samgongurnar hjá USA. Sambært Wall Street Journal, fer Donald Trump eina av næstu vikunum at geva boð um, at helmingurin av amerikonsku hermonnunum í Afganistan skulu koma heima. Stór útskifting hevur verið í umsitingini hjá Trump. Sambært upplýsingum frá tankasmiðjuni, Brookings Institution, er talan um størstu útskifting í umsitingini hesar seinastu fimm umsitingarnar. Millum annað hava løgmálaráðharrin, fleiri samskiftisstjórar, tveir herleiðslu stjórar sagt seg úr starvi ella hava fingið sekkin. Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum hevur í dag gjørt av fyribils at skipa leiðsluna av Landsverki í tríggjar deildir, sum hvør sær koma at vísa til Samferðslumálaráðið Ein av høvuðsuppgávum stjórans verður at umskipa stovnin í mun til tær avbjóðingar, sum liggja fyri framman, stendur í tíðindaskrivinum frá samferðslumálaráðnum. Landsstýrismálanevndin fer ikki at kanna málið um byggingina av Marknagilsdeplinum og leiklutin hjá landsstýriskvinnuni í Mentamálum. Magnus Rasmussen, tingmaður fyri Sambandsflokkin og formaður í landsstýrismálanevndini, sigur, at hann fer ikki at kalla nevndina inn til fundar at viðgera málið. Men Magnus Rasmussen, formaður í Landsstýrismálanevndini, heldur ikki, at hetta er eitt mál fyri landsstýrismálanevdina, vísur til grein 5 í skipanini fyri landsstýrismálanevndina. Grein 5 stk 6 í skipanini fyri landsstýrismálanevndina sigur, at nevndin tekur ikki mál til viðgerðar, tá ið málið snýr seg um, at ein meirútreiðsla er hildin, sum ikki er lógarheimild fyri. Kærur um slík mál verða send løgtingsgrannskoðarnum til víðari viðgerð. Miðvingurin, Sverri Sandberg Nielsen, hevur sett sær mál at sleppa við til OL í Tokyo í 2020, og at gerast heimsins besti rógvari í einskullara. Mín ambitión er at verða betri enn hinir. Eg vil bara vera tann besti rógvari í singlescullara, sigur Sverri Sandberg Nielsen avgjørt, tá hann verður spurdur, hvør dreymurin fyri framtíðina er. Men tað er ikki bara sum at siga tað, tí skal Sverra gerast bestur í einskullara, skal hann millum annað til at rógva øðrvísi. Tískil hevur hann eisini fingið nýggjan venjara. Venjarin hjá Sverra er Thomas Poulsen, sum hevur vunnið gull fyri Danmark í rógving, og hann skal nú læra Sverra at rógva øðrvísi. Tað skal vera eitt sindur meira kraft í takinum, tað skal vera eitt stórt, langt tak, og árarnar sita nógv fastari í vatninum. Tá tú ordiliga fært fatur í vatninum, kanst tú faktisk skumpa bátin øgiliga langt, sigur Sverri millum annað um nýggja rógvimátan. Eg havi tikið fleiri millión tøk upp á ein heilt annan máta, so tá eg byrji at blíva móður, byrji eg at rógva upp á gamla mátan, sum eg róð, áðrenn Thomas gjørdist venjari mín, sigur Sverri millum annað. Allur svartkjafturin, 33.530 tons, er eftir, 3.337 tons eru eftir av makreli og 2.806 tons av norðhavssild eru eftir, sambært Vørn. Játtanin til viðlíkahald hjá Landsverki røkkur bara til, at leggjast kann um til grøna orku í einum ella tveimum almennum bygningum um árið. Gamli filmsframvísarin í Glyvra Bio skal nú setast i stand og vera karmur um at siga søguna um kenda biografin og dansistaðið á eystara armi á Skálafjørðinum. Teitur Lassen spælir um vikuskiftið um landið. Hann skal spæla í Spaniastovu í Klaksvík í kvøld og í Reinsaríinum í Havn í annaðkvøld. Vikuskifti var á gátt hjá Teiti at práta um tónleikin, hvussu eitt hugskot verður til, hvussu tað mennist og hvussu konsertirnar rigga í praksis. Teitur heldur, tað er týdningarmikið at hava sína egnu rødd sum listafólk. Tað er kanska tað týdningarmesta, undirstrikar hann. Hoyr samrøðu umfram eitt lag, sum Teitur sang og spældi LIVE on tape í stovuni hjá sær Tey, sum varða av støðum í býarlívinum í Havn, hava ikki í nóg stóran mun givið sær far um, hvussu ljóðið ávirkar fólk. Tað heldur Ole Wich, sum er íðin brúkari í býar og náttarlívinum í Havn. Ole sigur seg hava vent einari kaffistovu bakið, tí tey spæla sama tónleik alla tíðina. Hann leggur afturat, at fleiri støð við fyrimuni kundu brúkt ljóðdoyvandi plátur, tí eftirklangurin í fleiri av rúmunum er ov harður. Harumframt eru fleiri tól, til dømis køliskáp, kaffimaskinur og annað, sum halda ov nógvan gang. Hoyr kaffipráti við Ole Wich, sum varð sent í Vikuskifti fríggjadagin fyri jól Tvøroyrar býráð hevur givið borgarstjóranum loyvi at røkja báðar sessir, men eftir at nýggjur meirluti er komin í býráðum, hava tey vilja havt málið til nýggja viðgerð, men higartil uttan úrslit. Men nú er málið loksins komið á skránna. Kristin Michelsen hevur ikki boðað frá, hvussu leingi hann er í feriu. Men næsti býráðsfundur verður altso leygardagin 29. desember og tá skulu politisku leiklutir hansara viðgerast, stendur á heimasíðuni hjá Tvøroyra kommunu. Ein maður datt á sjógv í Vágsbotni í Havn í nátt. Maðurin kláraði sjálvur at koma uppaftur, verður sagt av løgreglustøðini í Havn í morgun, har tey annars siga frá, at fólk hava verið úti í gjárkvøldið og í nátt, men hesi hava sum heild ikki givið løgregluni stórvegis uppgávur. Eitt mál um herverk er noterað og verður kannað. Tveir eldsbrunar vóru í Havn í gjár, á Bilrøkt og í eini íbúð undir Fjalli. Og so var eldur í eini garasju í Vági. Løgreglan hevur avhoyrt tvey fólk, tí eigarin av garasjuni heldur, at eldurin er ásettur. Umframt eldin, er okkurt stolið av staðnum og herverk er framt, sigur eigarin. Fólkini, sum eru undir illgruna og eru avhoyrd, vilja ikki tosa við løgregluna, sum hevur sent brunakøn fólk til Suðuroyar at kanna málið. Á flogvøllinum steðgaði tollvaldi einum fólki, sum royndi at fáa hassj inn í landið. Hundurin har fekk ferilin av onkrum illgrunasomun, og tað vísti seg, at har vóru 13 gramm av hassji goymd í einum dunki í viðførinum hjá einum fólki. Løgreglan var eisini boðsend til eini hús, har tvey fólk vóru komin til ilnar. Annað fólki hevði kastað trý gløs eftir hinum, sum fekk tað í høvdið. Tá gløs ella annað verður brúkt, er talan um tað, ið verður rópt grovur harðskapur, sum í revsirættarligum høpi er meira álvarsamt enn tað, sum bara verður bólkað sum vanligur harðskapur. Og so var eisini eitt ferðsluóhapp í Kvívík, har eitt fólk royndi at sneiða undan einum seyði á vegnum, men endaði við at renna útav fólkið har varð flutt á sjúkrahúsið til nærri kanningar. Ein kona hevur fingið nokk av manninum, sum brúkar alla sína tíð frammanfyri telefon ella telduskýggjanum. Onnur kvinna er ill, tí maðurin keypir sínum børnum sera dýrar jólagávur, meðan hennara fáa nógv minni, ein eks er kedd, tí henni verður noktað atgongd til tiltak har gamal unnusti er, og so spyr ein pápi, um tað er ábyrgdarleyst at drekka eina øl, tá hann er einsamallur heima við sovandi barni. Tað er eftir umbøn frá Kristinu Roest, at málið um dupultmandatið hjá Kristini Michelsen er sett á skrá á komandi býrásfundi á Tvøroyri. Tað sigur Anita Vibergsdóttir, varðaborgarstjóri á Tvøroyri. Tvøroyrar býráð hevur givið borgarstjóranum loyvi at røkja bæði løgtings og borgarstjórasessin samstundis, men eftir at nýggjur meirluti er komin í býráðum, hava tey í longri tíð biðið um at fáa málið til nýggja viðgerð, men uttan úrslit. Kristin MIchelsen fór í feriu frá borgarstjórasessinum 5. desember , og Anita Vibergsdóttir røkir tískil borgarstjórasessin í løtuni. Men Anita Vibergsdóttir sigur, at hetta ikki er orsøkin til, at málið nú loksins kemur á skránna, men at ein kæra frá Kristini Michelsen um Heilsu og Innlendsmálaráðið, sum hevur tikið langa tíð, er orsøkin til, at málið hevur drigið út. Kristina Roest, býráðslimurin, sum bað um at fáa málið á skrá til komandi býráðsfund, hevur onga viðmerking til málið. Tað er ikki eydnast okkum at fáa eina viðmerking frá Kristini Michelsen, borgarstjóra. Kongressin er ósamd um fíggjarlógina fyri 2019 serliga er tað fígging av múrinum til Meksiko, sum semja ikki fæst um. Tey tingaðust allan gjárdagin, men um midnáttarleitið máttu tey ásanna, at tey ikki komu á mál. Avleiðingin av ósemjuni er, at stórur partur av almenna geiranum letur aftur fyri triðju ferð upp á eitt ár. Sambært CNN er tað ikki hent seinastu 40 árini. Fleiri enn 400.000 fólk mugu heim onnur 400.000 mugu til arbeiðis, men fáa onga løn næstu tíðina. Hon verður goldin við afturvirkandi kraft. Sambært amerikanska forsetanum hava Republikanararnir gjørt sítt til at fáa eina semju hann lastar demokratunum og sigur, at bólturin er hjá teimum. Leygardagssendingin er her at hoyra í fullum líki. Martin Kúrberg, leiðari á Herberginum hjá Frelsunarherinum, er gestur til kaffiprátið og tey trý, Petrina Berg á Lag, Turið Horn og Andras Sólstein manna panelið í Also. Í seinna parti av sendingini verður bara tosað um jól og tað, sum hevur við jól at gera. Eyðfinn Jensen hevur verið og tosað við nonnuna, systir Mariu, um jól og jólagudstænastuna í Mariukirkjuni jólaaftan. Fyri mong er henda jólagudstænastan tað sum hevur størstan týdning jólaaftan. Eisini hoyra vit Elin Michelsen greiða frá, tá hon gjørdi jólakonfekt við børnunum. Harumframt frá vit eina støðulýsing úr Klaksvík frá Gunnari Nolsøe og í Havn var Sveinur Tróndarson í býnum við mikrofonini, har hann millum annað tosaði við fólk, sum vóru úti og keyptu gávur. Eisini tosaði hann við Súsonnu Sondum um tiltøkini hjá Visit Tórshavn og miðbýin í høvuðsstaðnum. Seinastu nógvu árini hevur Kunningarstovan, sum í dag eitur Visit Tórshavn, samskipað tiltøkini jólamánaðin. Vanliga gongur býurin fyri at vera nokkso friðarligur, men tað góðtekur Súsanna Sondum, sum starvast hjá Visit Tórshavn ikki ordiliga. Vit hava fingið eitt prát við hana um tiltøkini, miðbýin og fólkini, sum eru har og sum koma inn á gólvið hjá Visit Tórshavn. Hoyr samrøðuna her. Tað verður ikki neygðugt hjá løgmanni at seta eina kanning í verk av leiklutinum hjá landsstýriskvinnuni í mentamálum í samband við skúlabyggingina í Marknagili. Tí løgtingið fer at taka hendan partin á seg, sigur Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna. Tað eru fleiri tinglimir við mær, sum hava ført fram, at løgtingið skal biðja um eina kanning, sigur Sonja Jógvansdóttir. Undir viðgerðini av misálitinum á landsstýriskvinnuna í Mentamálum hósnáttina, fanst hon at handfaringini hjá Mentamálaráðnum í samband við skúlabyggingina í Marknagili. Hóast hvassar atfinningar, atkvøddi Sonja Jógvansdóttir blankt, tá misálitið kom til atkvøðugreiðslu. Fyri at eitt misálit skal samtykkjast, skulu 17 atkvøður vera fyri uppskotinum. Tá misálitið á Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í Mentamálum, kom til atkvøðugreiðslu, vóru 15 atkvøður fyri, 15 ímóti og tríggjar atkvøður blankar. Sonja Jógvansdóttir, Magni Laksafoss og Kristin Michelsen atkvøddu blankt. Sonja Jógvansdóttir sigur, at hóast misálitið fall, so skal úrslitið av atkvøðugreiðsluni ikki tulkast sum, at løgtingið hevur álit á landsstýriskvinnuni. Talan er um uppskot til kunngerð um um útbjóðing av aliloyvum, uppskot til kunngerð um tillutan av aliloyvum og uppskot til kunngerð um stovnan og sjúkufyribyrgjandi rakstur av alibrúkum, sum Uttanríkis og Vinnumálaráðið hevur sent til hoyringar. Ætlanin er at endurskoða rakstrarkunngerðina og seta tvær nýggjar kunngerðir í gildi. Rakstrarkunngerðin er bulurin undir føroyskari aling, og flest øll rakstrarviðurskifti verða regulera í henni. Rakstrarkunngerðin hevur tørv á endurskoðan, tí at vitan, tøkni og alihættir alsamt broytast, og lógarverkið má fylgja við hesi menning, upplýsir Uttanríkis og Vinnumálaráðið. Rakstrarkunngerðin er tillagað aling av fiski, her fyrst og fremst laksi og sílum, sum fyrst verða ald sum smolt í feskum vatni á landi fyri fyri síðan at verða koyrd á sjógv, tá smoltini gerast sjóbúgvin. Fremsta endamálið við nýggja uppskotinum er at fáa ásetingar um sjúkufyribyrgjandi rakstur, sum eisini umfata aling av øðrum djórum, til dømis kræklingi og aling av tara. Harafturat eru í hesum uppskoti greiðari reglur um landaling, til dømis aling av laksi ella rognkelsum á landi í innpumpaðum sjógvi. Tær nýggju kunngerðirnar um tillutan og útbjóðing eru neyðugar, tí tá alilógin varð broytt í vár, varð latið upp fyri, at nýggj loyvi kunnu latast til dømis loyvi til tara og krækling og til landaling og offshore aling. Tørvur var tí á at hava kunngerðir, sum áseta reglur fyri, hvussu loyvi skulu gevast, umframt hvar og til hvat endamál loyvi skulu gevast í næstum. Hevur tú nakrantíð spekulerað uppá, hvat kend føroyskt tónlistafólk lurta eftir, tá tey lurta eftir tónleiki Vit mugu ganga út frá, at tey ikki bara lurta eftir sínum egna tónleiki. Vel, so fært tú eitt boð upp á tað her, tí Teitur Lassen er samvertur í sendingini Leitisstein. Hevur tú nakrantíð spekulerað uppá, hvat kend føroyskt tónlistafólk lurta eftir, tá tey lurta eftir tónleiki Vit mugu ganga út frá, at tey ikki bara lurta eftir sínum egna tónleiki. Vel, so fært tú eitt boð upp á tað her, tí Teitur Lassen er samvertur í sendingini Leitisstein. Hevur tú nakrantíð spekulerað uppá, hvat kend føroyskt tónlistafólk lurta eftir, tá tey lurta eftir tónleiki Vit mugu ganga út frá, at tey ikki bara lurta eftir sínum egna tónleiki. Vel, so fært tú eitt boð upp á tað her, tí Teitur Lassen er samvertur í sendingini Leitisstein. Hendinga dømi eru um kvinnur, sum hava verið í starvsnevndini, ið annars næstan bara er mannað við mannfólki. Á aðalfundi í 2017 varð samtykt, at kvinnufótbóltur skal verða betri umboðaður tí vóru lógirnar broyttar í 2018 ig eitt nú ein kvinnuligur starvsnevndarsessur gjørdur og tað er henda sessin, Anja Anja Rein er 45 ára gomul, og sum hon segði, so hevur drúgvar royndir sum spælari og venjari. Í meir enn tíggju ár var hon partur av fremsta liðnum hjá B36, og hevur eisini spælt fimm A landsdystir fyri Føroyar. Harafturat hevur Anja verið venjari hjá fleiri av yngru gentuliðunum hjá B36. Seinastu árini hevur hon verið hjálparvenjari hjá U15 landsliðnum við gentum. Veitsluhýrurin í havnini var góður nú tveir dagar undan jólum. Vakthavandi á politistøðini í havn sigur, at tað vóru óvanliga nógv fólk í býnum í nátt næstan sum á Ólavsøku. Fleiri høvdu eisini fingið ov nógv upp í høvdið, og tørvaðu hjálp at koma heim ella við at koma upp á beinini. Men hóast nógva lívið í býnum, var kortini einki mál hjá politinum at taka upp, tá ið náttin var av. Tað var í gjár klokkan hálvgum tíggju lokala tíð, at ein flóðalda breyt á land fleiri staðni í Sundastrætinum millum tær báðar oyggjarnar, Java og Sumatra í Indonesia, og legði eitt stórt bygt øki í oyði uppá fáar minuttir. Millum raktu økini er væl umtókta Tanjung Lesung strondin í Java. Smærri undirsjóvarskriðulop vóru sambært bretska kringvarpinum orsøkin til ógvisligu flóðalduna, sum hevur oyðilagt fleiri hundrað hús og kravt í øllum førum 168 mannalív. Enn er óvist, hvør orsøkin til flóðalduna er, men myndugleikarnir kanna nú, um eitt virkið eldgos kann hava elvt til undirsjóvarskiðulopinini. At tað eisini var fullmáni, kann hava gjørt flóðalduna størri, halda indonesisku myndugleikarnir. Real Madrid vann í mai mánaða árligu Champions League kappingina fyri evropeisk feløg, og tann sigurin gevur eisini atgongumerkið til heimsmeistarakappingina fyri feløg. Fríggjadagin lat stórur partur av almenna geiranum í USA aftur eftir ósemjur um fíggjarlógina í senatinum. Serliga var tað múrurin til Meksisko, sum semja ikki var um. Amerikanska forsetin, Donald Trump, krevur, at fimm milliardir dollarar verða settar av til ein múr á markinum millum Meksiko og USA, men hetta vilja demokratarnir ikki vera við til. Avleiðingin av ósemjuni var, at ein stórur partur av almenna geiranum lat aftur fyri triðju ferð í ár. Fleiri enn 400.000 fólk mugu heim onnur 400.000 mugu til arbeiðis uttan løn hon verður goldin við afturvirkandi kraft. Senatið, sum skal samtykkja fíggjarlógina, hittist aftur hósdagin, men eygleiðarar eru ikki bjartskygdir, skrivar bretska kringvarpið. Um demokratarnir atkvøða ímóta múrinum, fer almenni geirin at vera stongudr í sera langa tíð. Fólk vilja ikki hava opin mørk og kriminalitet, skrivaði Trump á Twitter fríggjamorgunin. Trump fjepparar gera nú sítt til at fíggja múrin. Við hópfígging eisini kallað crowdfunding hevur ein amerikanskur veteranur longu savnað saman 14 milliónir dollarar. Ætlanin er at savna saman í øllum førum eina milliard. Ein ógvislig flóðalda rakti í gjár uttan ávaring fleiri strandarbýir í Indonesia. Talið av deyðum er nú komið upp á 222 fólk, og enn fleiri hundrað eru særd. Millum raktu økini er væl umtókta Tanjung Lesung strondin í Java, har ein indonesiskur tónleikabólkur framførdi, tá flóðaldan breyt á land um hálvgum tíggju tíðina lokala tíð. Konsertáhoyrarar hava lagt videobrot frá konsertini á netið, har tað sæst, hvussu pallurin rapar saman, tá flóðaldan skolar inn yvir strondina og pallin. Síðani verða myndirnar svartar. Al Jazeera hevur gjørt hendan samandráttin Sangarin í bólkinum, sum kallast Seventeen, hevur lagt eitt videobrot á sosiala miðilin Instagram, har hann boðar frá, at bassisturin og umboðsstjórin hjá bólkinum eru deyðir. Tríggir aðrir limir eru horvnir, og tað er konan hjá sangarinum eisini. Indonesiskir myndugleikar halda orsøkina til flóðalduna vera eldgos úr gosfjallinum Krakatoa, sum liggur á oynni Anak Krakatoa í Sundastrætinum millum tær báðar oyggjarnar, Java og Sumatra. Áleið 80 nýggjar íbúðir skulu nú byggjast og seljast á Fløtum í havn. Klárt verður væntandi at flyta inn í 2020, sigur Jóan Petur Vang, byggimeistari, sum stendur fyri verkætlanini. Tað er ikki avgjørt enn, júst hvussu nógvar íbúðir, talan er um. Tað er lýst við 81 nýggjum íbúðum, men íbúðirnar verða sambært byggimeistarinum bygdar í modulum, og tí ber til at skipa byggingina eftir eftirspurninginum. Tað verður eftirspurningurin, sum kemur at bestemma, hvussu nógvar íbúðir verða bygdar. Men møguleiki er at byggja 81, sigur Jóan Petur Vang. Enn er tað eisini óvist, júst hvussu dýrar íbúðirnar verða. Grundstykkið er keypt á tí privata marknaðinum, og tí verður tað eisini marknaðarprísurin, sum avger prísin á íbúðunum. Enn hevur Tórshavnar kommuna ikki givið byggiloyvið til verkætlanina. Hetta væntar Jóan Petur Vang tó at fáa í næstum, og so verður arbeiðið byrjað so skjótt, sum til ber. Ikki er vanligt, at spælarar úr Japan finna sín veg til føroyskan fótbólt, men soleiðis verður komandi ár. KÍ hevur skrivað sáttmála við 28 ára gamla Takuya Matsunaga, sum er miðvallarleikari. Takuya Matsunaga hevur seinastu árini spælt við Kalev Tallinn, sum er felag í bestu deildini í Estlandi. Har hevur hann í 2018 skorað fimm mál og lagt upp til fýra mál í 35 dystum sambært Transfermarkt. Árini áðrenn spældi hann við FK Utenis Utena í bestu deildini í Litava. Frammanundan hevur KÍ gjørt sáttmálar við Patrik Johannesen, Torbjørn Grytten og Jesper Brinck. Hinvegin hevur felagið mist leikarar sum Hørður Askham, Predrag Pocuca og Páll A. Klettskarð. Amerikanski miðilin New York Times skrivar nú , at Facebook hevur givið tøknifyritøkum atgongd til privatar samrøður hjá fólki á boðskipanini hjá Facebook, sum kallast Messenger. Fyritøkurnar hava sostatt havt møguleika fyri at lesa, skriva og strika í samrøðum hjá Facebook brúkarum. Áleið 150 fyritøkur hava sambært New York Times havt atgongd til persónligar upplýsingar, uttan at brúkarin hevur givið loyvi til hetta. Harumframt hava risafyritøkur sum eitt nú Netflix og Spotify havt atgongd til privatar samrøður, sum brúkarar hava havt sínámillum. Facebook hevur frammanundan verið í andglettinum hetta árið, tá tað kom fram, at greiningarfyritøkan Cambridge Analytica fekk atgongd til dátur hjá 87 milliónum óvitandi brúkarum. Hetta hevði millum annað við sær, at Facebook stovnarin, Mark Zuckerberg, í apríl skuldi til hoyringar í amerikansku kongressini, har hann orsakaði fyri trygdarbrotið og lovaði, at Facebook fór at gera neyðugu broytingarnar til tess at forða fyri slíkum aftur. New York Times skrivar, at fyritøkurnar hava fingið atgongd gjøgnum eldri samstørv við aðrar fyritøkur. Eitt nú samstørv frá 2010, sum so ikki eru blivin fevnd av nýggjastu broytingunum og nýggjastu privatlívsreglugerðini hjá Facebook. Til dømis høvdu Yahoo og russiska leitimaskinan, Yandex, atgongd til dátur hjá brúkarum, hóast atgongdin burdi verið avmarkað sambært nýggjastu broytingunum í privatlívsreglugerðini. Harumframt hevur eitt nú Apple havt atgongd til kalendaraupplýsingar hjá brúkarum, hóast hesir brúkarar hava sløkt fyri møguligari dátudeiling. Eingin av hesum sokallaðu samstørvunum millum fyritøkur hava givið fyritøkum atgongd til persónligar upplýsingar, uttan at fólk hava givið loyvi til tess, skrivar ein Facebook stjóri millum annað á almenna blogginum hjá Facebook . Í blogginum verður eisini greitt nærri frá, hvussu og hví fyritøkur sum til dømis Spotify hava fingið atgongd til persónligar samrøður hjá brúkarum. Leiðarin í bretska flokkinum Labour, Jeremy Corbyn, er komin í andglettin, eftir at hann hevur sagt, at hann ikki stuðlar eini nýggjari fólkaatkvøðu um Brexit. Men í eini samrøðu við The Guardian avdúkar hann, at hann heldur vil hava eina betri Brexit avtalu við ES enn eina nýggja fólkaatkvøðu. Jeremy Corbyn hevur verið væl umtóktur millum ungar bretar, men nú vilja eygleiðarar vera við, at við hugburði hansara til Brexit er Labour flokkurin í vanda fyri at missa stóran part av sínum ungu veljarum. Jeremy Corbyn er í vanda fyri at svíkja og missa stuðulin frá milliónum av ungum og lesandi, sum næstan settu hann í forsætisráðharraembætið í fjør. Vit fara ikki at gloyma ella fyrigeva politikarum, sum stuðla einum Brexit, sum avmarkar okkara lívsmøguleikar og ger okkum fátækari, sigur Richard Brooks, leiðari í einum stórum bretskum áhugafelagskapi fyri ung, sum vilja at Bretland verður verandi í ES. Jeremy Corbyn hevur sjálvur sagt, at flokslimirnir í Labour skulu kunna ávirka hvønn politikk Labour skal hava í sambandi við Brexit, men at hansara uppskot í løtuni er at slíta við ES, men við eini betri avtalu enn henni Theresa May hevur gjørt. Í Runavík er aftur gjørt klárt til ársins Jól við Løkin konsert. Fimta árið á rað er henda vælumtókta konsertin í Løkshøll. Kór og solistar syngja jólasangir og sálmar saman við húsaorkestrinum í sera jólaligum og hugnaligum umhvørvi. 27 grønlendingar sita í Herstedvester, og teir skulu nú taka støðu til, um teir vilja flytast til Nuuk ella verða verandi í fongslinum í Herstedvester. 7. januar verður fundur við hesar fangar um flytingina, har teir verða kunnaðir um flytingina, sigur Naaja Nathanielsen, stjóri fyri kriminalforsorgina í Grønlandi. Teir 27 fangarnir fáa ein mánað at taka avgerð, um teir vilja flytast. Miðskeiðis í februar verður sostatt greitt, hvussu nógvir flyta. Lógin um flytingina til Nuuk tryggjar eisini, at fangarnir hava rætt til at angra flytingina til Nuuk fyrstu seks mánaðirnar, skrivar Sermitziaq.ag. Tað er tilmæli frá eini nevnd, sum Donald Trump, forseti, hevur sett í sambandi við nógvu skot tilburðirnar í amerikonskum skúlum, skrivar AFP tíðindastovan. Nevndin mælir í nýggjari frágreiðing til, at amerikanskir skúlar eiga at umhugsa at lata starvsfólk síni hava vápn uppi á sær. Eisini mælir nevndin til, at krígsveteranar eiga at verða brúktir sum vaktarfólk á skúlum. Trump mannaði nevndina fyri skúlatrygd eftir ógvusliga skottilburðin í einum skúla í Parkland í Florida í februar í fjør, har ein fyrrverandi næmingur skeyt og drap 17 fólk. Eftir hendingina stovnaðu næmingar á skúlanum ein bólk, sum setti gongd á nationala rørslu í USA, sum kravdi strangari eftirlit við vápnum í USA. Nevndin mælir í staðin til, at starvsfólk á skúlum skulu hava vápn, eisini skúlalærarar, til frama fyri effektivitetin og bara sum eitt tiltak, stendur í frágreiðingini. Vit hava ikki brúk fyri fleiri vápnum í skúlunum, sigur Lily Eskelsen Garcia. Hon er forseti fyri fakfelagnum, National Education Assosciation. Nevndin fyri skúlatrygd mælir eisini umsitingini hjá Trump til at broyta politikkin, sum fyrrverandi forsetin, Barack Obama, setti í gildi á skúlaøkinum. Annars var sonevnda Rekkjukoyringin í Vágum í gjárkvøldið. Tað er, at bilar, sum eru skrýddir við littum perum og øðrum, koyra spakuliga í rekkju úr til allar bygdir í Vágum. Jólapakkar til sjófólkið er gomul siðvenja, sum enn er til stóra gleði fyri sjófólkið, sigur Torleif Johannesen, sjómansprestur í tíðindaskrivi. Fyrsta árið pakkar vóru latnir umborð á føroysk skip var í 1948. Sostatt eru tað sjeyti ár, síðani sjómanskvinnuringarnir byrjaðu at lata pakkar til føroyska sjófólkið. Tá flestu pakkar vóru latnir, vóru teir omanfyri 2000. Í 2019 verður eitt ávíst tíðarskeið umleið 40 læknar undir útbúgving í føroyska sjúkrahúsverkinum. Hetta er hægri enn nakrantíð áður, skrivar Landssjúkrahúsið á heimasíðuni. Harumframt vera 10 læknar í introduktiónsstarvi í ymiskum sergreinum. Eitt introstarv er eitt starv, har læknin roynir at finna útav hvørja sergrein hann skal velja, tá ið hann skal søkja høvuðsútbúgvingarstarv. Til ber at royna fleiri introstørv. Samanumtikið er áhugin millum læknar at taka ein part av síni víðari útbúgving í Føroyum vaksandi, sigur Landssjúkrahúsið á heimasíðuni. Talan er um vøru, sum møguliga er seld í Føroyum, og tí vilja vit gera fólk varug við fráboðanina, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan í tíðindaskrivi. Føroyski rithøvundurin Jørgen Frantz Jacobsen fekk syrgiliga lagnu. Longu á ungum árum fekk hann herviligu tuberklasjúkuna at dragast við. Hon legði honum sum vera man meinbogar í vegin og tarnaði framtíðarætlanum hansara. Jørgen Frantz var ógvuliga gávuríkur maður, og var uppi í mongum vási. Ikki fyrr enn hann gjørdist so ússaligur, at hann legðist á song, fór hann undir skaldsøguna Barbara. Nú byrjaði ein kapprenning við deyðan at fáa bókina lidna. Hann var næstan komin á mál við skaldsøguni, tá ið maðurin við líggjanum var eftir honum. Jørgen Frantz var einans 37 ára gamal, tá ið hann andaðist í mars 1938. William Heinesen greiddi bókina til prentingar fyri deyða barndómsvinmannin. Tá forlagið Gyldendal gav bókina út á heysti 1939, var hon stórliga fagnað. Barbara er framvegis millum mest lisnu skaldsøgur á donskum. Nils Malmros gjørdi miðskeiðis í 90 unum film yvir skaldsøguna. Filmurin var í 1998 heiðraður sum ársins danski filmur. Bókin og filmurin er í stórum søgan um kvinnuna, sum Jørgen Frantz var brennandi ásttikin í stóran part av sínum vaksna lívi. Barbara var í veruleikanum Estrid Holm, seinni gift Bannister Good. Hon veitti Jørgen Frantzi gævustundir, men eisini sváran hjartatrega. Hon gjørdist hansara femme fatale . Í tveimum sendingum á jólum í røðini yvir Kendar føroyingar verður sagt frá lívi og tilveru Jørgen Frantz Jacobsens. Jógvan Isaksen, Bergur Rønne Moberg, Hanus Kamban, Nils Malmros, Súsanna Danielsen og onnur siga frá. Vit hoyra eisini William Heinesen og Estrid Bannister Good í upptøkum frá 1974 greiða frá, nýggj leikbrot styðja uppundir frásøgnina, eisini verður upplestur úr forvitnisliga brævaskiftinum, sum Jørgen Frantz hevði við eitt nú William og Estrid. Suni Merkistein og Jógvan Eli Dam leggja til rættis. Almenna talið av deyðum eftir flóðalduna, sum hevur rakt Indonesia, er nú komið upp á 429 fólk. Harumframt eru 128 fólk framvegis ikki komin afturíaftur. Sambært myndugleikunum á staðnum hava eisini okkurt um 1500 fólk fingið skaða. Bjargingarlið á staðnum óttast, at talið av deyðum fer at økjast enn meira. Flóðaldan rakti Sundaoyggjarnar í Indonesia leygarkvøldið, lokala tíð. Harðast raktu økini vóru strendurnar í Pandeglang, Serang og Lampung, sum liggja í Sundastrætinum millum Java og Sumatra. Heimsins 1,2 milliardir katolikkar skulu hugsavna seg um vælgerandi endamál og næstrakærleika, heldur enn gramleika, oyðsl og materialismu. Nógv fólk brúka stóran part av lívi sínum at renna eftir materiellari eydnu, og tað er í stríð við bíbilsku søguna um, at Gud vísir seg fyri fólki, sum eru fátøk í materialismuni, men sterk í trúnni, sigur 82 ára gamli Frans pávi. Okkurt um 10.000 fólk sleppa inn í Pæturskirkjuna til midnáttarguðstænastuna jólaaftan, men harumframt vóru nógv savnað á Pætursplássinum uttanfyri. Jólaaftan gjørdist tann vánaligasti nakrantíð á keypsskálanum í Wall Street. Tað staðfestu amerikanskir miðlar, tá keypsskálin lat aftur og fór í jólafrí í gjárkvøldi. Bara í síðstu viku fall Dow Jones index ið umleið sjey prosent, og tað er størsta fallið eftir fimm handilsdøgum síðani fíggjarkreppuna í 2008. Vit hoyra tónleik eftir Johan Sebastian Bach, sum livdi frá 1685 til 1750. Upptøkurnar eru gjørdar í miðaldarkirkjuni, Ólavskirkjan, í Kirkjubø, í sambandi við tiltakið Í Kirkjubø við Bach og kertum , sum Johan Mortensen eigur hugskotið til. Fyrimyndin er Bach in Candle Light tiltakið í St. Martin in the Fields í London, sum er í desember mánaði á hvørjum ári. Tey, ið framføra eru Birita Poulsen, sangur Ólavur Jakobsen, gittar frásøgufólk Jón Festirstein og Monika Stauss, violin Jona Jacobsen, viola Jens Chr. Guttesen, sello. Lagt til rættis Carsten Macdonald Arnskov. Heilt síðani Útvarpið byrjaði á Bryggjubakka hevur tað verið ein serligur partur av skránni hjá Útvarpinum jólaaftan, tá Jólatræ er í Útvarpinum. Nú er tað sjálvsagt jólatræ í Kringvarpinum, sum var í nýggju forhøllini í Kringvarpinum. Leikvøllurin kostar 40 miljardir evrur, tað svarar til slakar 300 miljardir danskar krónur at byggja. Pláss verður fyri 80 túsund áskoðarum, og hann skal verða liðugur í 2020. Funnist hevur verið at verkætlanini, og frágreiðingar eru um, at arbeiðsumstøðurnar eru sum hjá trælum, og fleiri gestaarbeiðarar eru deyðir, tí trygdin hevur verið ov vánalig. Funnist hevur eisini verið at, at HM í fótbólti skal spælast í november og desember. Men nógvi hitin um summarið ger, at tað er ikki spælandi tá. Ragnar Bragason, bóndi við Heydalsá, sigur við íslendska kringvaprið , at hetta er kærkomið hjá norskum bóndum at fáa aftrat, og hann væntar, at eitt skip fer eisini við ballum einaferð í januar. Hoyggingin í Noregi var vánalig í summar, tí øgiligur turkur var, og tí hava norskir bøndur søkt eftir hoyggi uttanlands til seyðin. Ragnar Bragason fegnast um møguleikan hjá seyðabøndum at forvinna peningin júst hesa ársins tíð, og at semja er um at senda annað skip til Noregs eisini. Sambært saudi arabisku tíðindastovuni samtykti ein nevnd undir leiðslu av Mohammed bin Salman krúnprinsi, at seta á stovn tríggjar eftirlitdeildir, sum skulu hava eftirlit við fregnartænastuni, at hon virkar, sum hon skal sambært altjóða trygdarpolitikki, og tryggja, at hon heldur mannarættindalógir og at starvsfólkini fylgja lógum og reglum. Hóast altjóða samfelagið heldur, at saudiski krúnprinsurin gav boð um at drepa hann, sigur stjórnin, at fregnartænstu starvsfólk í kongligu trygdartænastuni hava dripið hann av sínum eintingum. Talan skal vera um Ahmad al assiri, fyrrverandi leiðari fyri loynitænastuna í Saudi Arabia, og Saud al Qahtani, sum er ein av nærmastu ráðgevunum hjá kongshúsinum. Teir eru báðir loystir úr starvi eftir drápið. Navnið, Khashoggi, er tó ikki nevnt í boðunum. At Khashoggi varð myrdur og hvussu saudisku myndugleikarnir handfóru málið, hevur elvt til vreiði í altjóða samfelagnum, millum annað í USA, sum ein at nærmastu sameindu hjá Saudi Arabia. Amerikanska kongressin hevur samtykt at steðga stuðulinum til kríggið hjá Saudiarabia í Jemen. Parlamentslimir siga, eftir fund við leiðaran fyri amerikonsku loynitænastuna, at Mohammed bin Salman, krúnprinsur, gav boð um at drepa Khashoggi. Myndugleikarnir heittu á fólk, sum gingu fjallatúr jólaaftan um at fara omanaftur, men enn eru fólk ikki flutt burtur úr økinum, og heldur ongar fráboðanir eru enn um fólkaskaða. Etna er eitt av trimum virkmum eldgosum í Italia. Etna er 3.300 metrar høg, og er virknasta eldgos í Evropa. Síðani julimánaði hevur eldgosið verið serliga virkið, skrivar ap tíðindastovan. 93 av øllum teimum spurdu starvsfólkunum siga, at happing fer fram millum børn á dagstovnunum í Føroyum. Tað vísir ein kanning, sum Barnabati hevur gjørt. Harafturat vísir kanningin eisini á, at ov fáir dagstovnar hava skipaðar reglur og mannagongdir fyri, hvussu tey arbeiða við happing og trivnaði á dagstovnaøkinum. Hetta er ikki nøktandi, sigur Djóni Eidesgaard, aðalsrkvari hjá Barnabata. Lítið gransking og vitan finst um happing í Føroyum. Tískil hevur tað stóran týdning, at fyribyrging verður sett á skrá, sigur Tóra Petersen, sum er sálarfrøðiligur ráðgevi hjá Barnabata. Happing kann hava varandi neiligar fylgjur fyri barnið. Eitt nú ávirkar tað evnini at læra, og eisini kann barnð fáa sálarligar avbjóðingar, vísir Tóra Petersen á. Kriminal lógin í Grønlandi verður nú dagførd á fleiri økjum innan kynslig brotsverk. Tað er greitt, eftir at fólkatingið undir 1.viðgerð í síðsu viku tók undir við uppskoti frá danska løgmálaráðharranum, Søren Pape Poulsen. Danska kriminal lógin er dagførd á hesum øki í 2009 og 2013. Ráðið fyri grønlendska rættarverkið mælir til, at grønlendska kriminal lógin verður dagførd í tráð við danskar herðingar, og landstingið og landsstýrið taka undir við hesum. barnaporno verður kriminaliserað, eisini tá hugt verður eftir tí á internetinum. Sambært verðandi grønlendskari lóggávu er tað fyrst revsivert, tá tú hevur slíkt tilfar liggjandi á telduni hjá tær. at tað verður ólógligt at tiltuska sær kynsiliga samveru við at gera sær dælt av einum persóni, sum er sálarliga sjúkur ella menningartarnaður, Asiatisku marknaðirnir endurspegla tað, sum er hent í USA, og tað eru ógvusligar ábendingar. Fimm prosent í japanskum partabrøvum er ikki bara stórt fall, men eisini álvarsligt fall, sum hendir sjáldan, sigur Jacob Pedersen, greiningarstjóri hjá Sydbank við dr. Framtíðarútlitini fyri vøkstri og á gáttini til handilskríggj millum USA og Kina eru nakrar av aðal orsøkinum til, at stórt sveiggj er á fíggjarmarknaðunum í hesum døgum. Og fjálturin verður ikki minni av, at amerikanski fíggjarmálaráðarrin, Steven Núchin Mnuchin, í gjár boðaði frá, at hann hevði ringt til stjórarnar í seks teimum størstu peningastovnunum fyri at fáa váttan fyri, at gjaldførið hjá teimum er í lagi. Jacob Pedersen, greiningarstjóri hjá Sydbank, sigur við dr, at hetta kann hava økt um ræðsluna hjá íleggjarum. Tú kanst siga, at vit eru har, ið partabrævamarknaðurin stúrir fyri øllum smáum inntrivum, og tulkar alt, sum hendir í samfelagnum, negativt, og Trump hevur eisini týdning her, sigur greiningarstjórin. Donald Trump, forseti, fanst í gjár at amerikanska miðbankanum, sum sambært forsetanum er einasti trupulleiki, sum búskapurin hevur. Bankin dugir, sambært forsetan, ikki at avlesa marknaðin. Tá Trump fer eftir fer er ónøgdur við rentupolitikkin hjá bankanum, sum hann heldur er til skaða fyri amerikanska búskapin, so fær tað týdning fyri partabrævamarknaðin. Amerikanski keypsskálin er væl áveg móti ringasta desember mánaði síðani 1931. Í gjár fall Dow Jones indeksið nærum trý prosent, meðan S og P indeksið endaði á minus 2,7, og soleiðis fullu kursirnir eisini. Síðstu vikuna er Dow Jones index ið fallið umleið sjey prosent, og tað er størsta fallið eftir fimm handilsdøgum síðani fíggjarkreppuna í 2008. Jacob Pedersen sigur, at útlitini fyri risa vinningi í 2019 eru ikki góð, skrivar dr. Føroyski rithøvundurin Jørgen Frantz Jacobsen fekk syrgiliga lagnu. Longu á ungum árum fekk hann herviligu tuberklasjúkuna at dragast við. Hon legði honum sum vera man meinbogar í vegin og tarnaði framtíðarætlanum hansara. Jørgen Frantz var ógvuliga gávuríkur maður, og var uppi í mongum vási. Ikki fyrr enn hann gjørdist so ússaligur, at hann legðist á song, fór hann undir skaldsøguna Barbara. Nú byrjaði ein kapprenning við deyðan at fáa bókina lidna. Hann var næstan komin á mál við skaldsøguni, tá ið maðurin við líggjanum var eftir honum. Jørgen Frantz var einans 37 ára gamal, tá ið hann andaðist í mars 1938. William Heinesen greiddi bókina til prentingar fyri deyða barndómsvinmannin. Tá forlagið Gyldendal gav bókina út á heysti 1939, var hon stórliga fagnað. Barbara er framvegis millum mest lisnu skaldsøgur á donskum. Nils Malmros gjørdi miðskeiðis í 90 unum film yvir skaldsøguna. Filmurin var í 1998 heiðraður sum ársins danski filmur. Bókin og filmurin er í stórum søgan um kvinnuna, sum Jørgen Frantz var brennandi ásttikin í stóran part av sínum vaksna lívi. Barbara var í veruleikanum Estrid Holm, seinni gift Bannister Good. Hon veitti Jørgen Frantzi gævustundir, men eisini sváran hjartatrega. Hon gjørdist hansara femme fatale . Í tveimum sendingum á jólum í røðini yvir Kendar føroyingar verður sagt frá lívi og tilveru Jørgen Frantz Jacobsens. Jógvan Isaksen, Bergur Rønne Moberg, Hanus Kamban, Nils Malmros, Súsanna Danielsen og onnur siga frá, vit hoyra eisini William Heinesen og Estrid Bannister Good í upptøkum frá 1974 greiða frá, nýggj leikbrot styðja uppundir frásøgnina, eisini verður upplestur úr forvitnisliga brævaskiftinum, sum Jørgen Frantz hevði við eitt nú William og Estrid. Suni Merkistein og Jógvan Eli Dam leggja til rættis. Teitur kom fyrr í ár við útgávuna I Want to Be Kind , sum er hansara fyrsta solo útgáva síðani 2013. Á útgávuni eru umframt løg, Teitur sjálvur hevur skrivað, eisini løg hann hevur skrivað saman við tónleikarum ymsa staðni frá í heiminum Argentina, Týskland, USA og Danmark. Síðani útgávan kom, hevur Teitur verið á ferð við nýggja tilfarinum, og í november í ár var útgávukonsert í Tvøroyar kirkju. Við sær á Tvøroyri at hjálpa við sangi og spæli, hevði hann Leu Kampmann, Onnu Sofía Jørgensen og Biritu Dam. Lagt til rættis Carsten Macdonald Arnskov. Ólavur Hátún andaðist 25. juli í ár, 87 ára gamal. Hesin serligi undangongumaður hevur verið lýstur í øðrum sendingum í Kringvarpinum. Eisini hava vit hoyrt, hvussu stóran týdning hann hevur havt fyri føroyskan kórsang og fyri føroyskan tónleik og okkara mentan sum heild. Í hesi sending hoyra vit seinastu konsertina hjá Ólavi, sum var við Sólarmagn í Vestmanna kirkju. Til hetta høvi hevði Sólarmagn fingið nógvan og góðan styrk frá sangarum, ið hava sungið við Ólavi, serliga í Havnarkórinum. Hinar báðar konsertirnar hjá Sólarmagn og Ólavi vóru í auluni á Finsen í Havn og í Ólavskirkjuni í Kirkjubø. Jólini eru í hondum, men tað er ikki allastaðni, at jólafriður hevur verið, tí í gjár fekk løgreglan tvær fráboðanir um larm ella gang. Fyrra fráboðanin kom klokkan 12 um eitt skip, sum larmaði í Runavík. Løgreglan tosaði við Runavíkar havn og skipið varð stutt eftir flutt norð til Ánirnar men tað gekk ikki long tíð, so ringdu fólk eisini higani til løgregluna og kærdu sína neyð. Løgreglan handtók eisini ein bilførara fyri at koyra ávirkaður í Eysturoynni seinnapartin í gjár. Bilførarin var drukkin og hevur ikki koyrikort. Og so var eisini eitt harðskapsmál í nátt. Tveir mans komu til ilnar í Havn og fóru til hendurs. Annar av teimum tók ein felliknív úr lummanum, sum bar við hálsin á hinum, men talan var ikki um álvarsligan skaða hesin fekk bara eina lítla skeinu. Løgreglan hevur tó sett hann í varðhald og fer síðani at taka støðu til, hvat víðari hendir í málinum. Um jólini hevur eisini verið sokallað rekkjukoyring í Vágum. Har arbeiðir løgreglan við einum máli um herverk, tí ein persónur tveitti eina sonevnda roykbumbu undir ein bil. Talan er um eina heimagjørda roykbumbu og løgreglan veit, hvør gjørdi og tveitti hesa, so tað málið koyrir eisini sína gongd. Eitt av høvuðsvallyftunum hjá Donald Trump, múrurin millum USA og Meksiko, er orsøkin til, at tað dregur út við at samtykkja fíggjarlógina í USA og partur av almenna geiranum er latin aftur. Ein røð av spurningum verða settir, og ein av hesum er Ætlar tú at búgva í Føroyum Í 2012 svaraðu 15 innan eitt ár, meðan eftirmetingin frá 2017 vísir, at 27 ætla at búgva í Føroyum innan eitt ár. Samstundis eru tað munandi færri, sum svara veit ikki upp á spurningin um at búgva í Føroyum. Í 2012 søgdu 31 seg ikki vita, men hetta tal er dottið niður á 19 í 2017. Úrslitið av kanningini hjá Barnabata vísir, at nógv happing fer fram á dagstovnum. Harafturat vísir kanningin eisini á, at fáir dagstovnar hava skipaðar relgur og mannagongdir fyri, hvussu arbeitt verður við happing. Djóni Eidesgaard, aðalskrivari hjá Barnabata, heldur ikki, at tað er nøktandi, at fáir stovnar hava skipaðar reglur og mannagongidr fyri, hvussu arbeitt verður við happing á stovnum. Jógvan Philbrow heldur ikki at mannagongdir og reglur er loysnin uppá trupulleikan. Sambært formanninum er trupulleikin, at fleiri starvsfólk mangla á stovnum. Hóast tað er avgjørt, at tunnilstoymið hjá Landsverki skal gera Dalstunnilin fyrst, liggur eitt uppskot um Fámjinstunnilin framvegis í tinginum. Hinir uppskotssetararnir eru Jenis av Rana, Bill Justinussen, Jacob Vestergaard, Kári P. Højgaard, Magni Laksáfoss og Kaj Leo Holm Johannesen. 10. desember bað fíggjarnevndin løgtingsformannin um at leingja freistina at leggja fram álit í málinum, til 10. januar, og tað hevur Páll á Reynatúgvu góðkent. Sambært uppskotinum skal tunnilstoymið gera Fámjinstunnilin, sum verður 1,2 kilometrar, og vegirnar Ørðavíkarmegin og Fámjinsmegin. Heðin Mortensen, sum nú er landsstýrismaður í samferðslumálum, var fyrr í ár við til at leggja fram uppskot um at bjóða Fámjinstunnilin út saman við Hvalbiartunlinum. Arbeiðið at gera Hvalbiartunnilin við tilhoyrandi vegum er nú boðið út millum tey trý byggifeløgini, sum eru undangóðkend at bjóða. Hernaðarliga undantaksstøðan, sum varð sett í gildi í pørtum av Ukraina 25. november, í kjalarvørrinum á kreppuni við Russland, fór úr gildi í dag. Undantaksstøðan varð sett í gildi, eftir at russiskar deildir skutu eftir ukrainskum herflotaskipum við umstríddu Krim hálvoynna, sum Russland legði undir seg í 2014. Fyrr í hesum mánaðinum segði Porosjenko, forseti, at hann hevði ongar ætlanir um at leingja undantaksloyvið, uttan so at russar lupu á. Lógin um undantaksstøðu í Ukraina gevur forsetanum víðar heimildir. Hann kann millum annað seta forboð fyri at ganga úti og at skerja pressufrælsið. Áðrenn ukrainska tingið samtykti undantakslógina, lovaði forsetin, at hann hann ætlaði ikki at skerja frælsið hjá vanliga borgaranum. Japan hevur fleiri ferðir lagt dent á, at landið veiðir ikki hvalasløg, sum eru hótt, og víst verður eisini á, at tað er gomul japansk mentan at eta hvalatvøst. Vit eru við Niels Midjord á konsertferð í Norra. Hann hevur sett saman tekstir hjá norska skaldinum Petter Dass, við siðbundnar føroyskar vísur í nýggjum útsetingum. Vit fylgja Niels og Eilin Hansen á ferð teirra úr Bodø til lesund, har tey framføra í kirkjum har um leiðir. Tímarnir verða tó ikki tiknir úr fólkaskúlaskipanini, men brúktir til onnur undirvísingarlig endamál sum tvílæraraskipan og førleikamenning hjá lærarum. Ein 46 ára gamal maður varð í grundlógaravhoyring í gjár varðhaldsfonglaður í 14 dagar, skuldsettur fyri grovan harðskap jólakvøld. Novo grunnurin hevur verið nógv umrøddur her heima seinastu vikurnar, eftir at Heilsumálaráðið í fyrstu atløgu takkaði nei til eitt tilboð frá grunninum um at seta á stovn eina diabetesmiðstøð í Føroyum. Nú boðar stjórin í grunninum frá, at grunnurin komandi árini fer at brúka pening uppá flóttarfólkalegur í og uttanfyri Europa. Tað skrivar avísin Berlingske. Novo nordisk grunnurin er nógv størsti og ríkasti grunnurin í Danmark. Seinastu árini hevur grunnurin mest av øllum fíggjað gransking og heilsufremjandi tiltøkum. Tað er stóra flóttafólkastreymurin hesi seinastu árini, sum ger at grunnurin nú í nógv størri mun fer at brúka sín pening uppá serliga flóttafólkalegur. Bólgnandi grunnurin miðar eftir at kunna rinda umleið 5 milliardir krónur í stuðli um árið í 2023, sigur nýggi stjórin í grunninum Lars Rebien Sørensen, ið hevur verið ovasti stjóri í fyritøkuni Novo Nordisk í nógv ár. Hann væntar, at grunnurin í fyrstu atløgu fer at stuðla flóttafólkalegum við umleið 400 milliónum um árið. Hin stóri danski grunnurin, Lego Grunnurin, boðaði fyrr í ár frá, at hann fór at stuðla arbeiðnum fyri at betra um korini hjá flóttafólkum í Myanmar og Sýria við 100 milliónir dollarum. Tað er umleið 655 milliónir danska krónur. Tað váttar ein leiðari í ísraelsku herinum fyri tíðindastovuni AP. Sambært kelduni, bumbaðu ísraelsku flogførini iranskar vápnagoymslur og goymslur hjá Hisbollað í Sýria. Ísraelska stjórnin hevur enn ikki váttað ella tikið ábyrgdina av loftálopinum. Men sambært einum talsmanni fyri russisku stjórnina, so vóru 16 ísraelsk bumbuflogfør við í álopinum. Talsmaðurin fyri russisku stjórnina Igor Konasjenkov finst at álopinum. Sambært honum var vandi fyri, at ísraelsku hernaðarflogførini og tvey sivil ferðafólkaflogør, um vóru í fer við at lenda í Damascus, rendu saman. Sambært ísraelsku kelduni, so raktu flogførini øll síni mál. Iran og Hisbollað hava síðani borgarakríggið í Sýria byrjaði fyri 7 árum síðani stuðlað stjórnini hjá Assad, ið seinastu tíðina hevur fingið ræði á vestara parti av landinum aftur frá uppreistrarfólkunum, væl stuðlað av áður nevndu og av Russlandi. Amerikanski forsetin Donald Trump hevur boðað alment frá, at USA fer at taka seg aftur úr Sýria Ísrael hevur í nógv ár hvat tað politisku støðu, at landið ikki kann góðtaka, at Iran hevur hernaðarfólk og vápnagoymslur í Sýria. Gudny Langgard kom frá einum starvi sum stjóri í Vodafone Føroyar. Hon sigur seg trívast væl í hesum starvi, ið hevur alstóran týdning fyri alt landið. Fyrst í hesum mánaðinum bað Kristina Háfoss Fíggjarnevndina broyta uppskotið, so lógin eisini umfatar kommunur og kommunal virki og stovnar. Í uppskotinum skal eisini standa, at landsstýrisfólkið ásetir í kunngerð reglur um mannagongdina, tá kommunur, kommunal virki og stovnar nýta almennu varskógvarskipanina. Tað heldur Kappingareftirlitið, sum hevur góðkent, at eitt felag, partafelagið 01.11.2018, hjá Framherja, Varðanum og Kimbli keypir allan partapeningin í H Dygd frá P F Tváttá. Tað hálva árið frá apríl, tá uppskotið til samtyktar um játtanarkarm fyri 2019 kom í tingið, til uppskotið um fíggjarlóg fyri 2019 kom síðst í september, løgdust 130 milliónir afturat útreiðslunum hjá landskassanum. Íløgurnar eru tó minni sambært uppskotinum um fíggjarlóg. Har eru tær góðar 362 milliónir. Sambært játtanarlógini eru tær 420 milliónir. Avlopið var eitt sindur størri í uppskotinum um fíggjarlóg enn í játtanarlógini, men talan er tó bara um tríggjar milliónir krónur. Tá løgtingið samtykti uppskotið um játtanarkarmin fyri 2019, tók tað undir við, at raksturin kostar fýra milliardir og 764 milliónir krónur, og at íløgur verða gjørdar fyri 419,9 milliónir. Játtanarlógin læsir játtanarkarmin fyri komandi árið, og er tí avgerandi fyri, hvussu stórt fíggjarliga rásarúmið verður komandi árið. Trina Eysturoy umboðaði felagið í Góðan Morgun Føroyar í dag, 27. desember 2018. Hon og hini í felagnum Heimafriður arbeiða fyri at tryggja borgarum, ið búgva nær havnum, náttar og húsfrið frá larmandi skipum. Fyri jól varð skriv sent fleiri kommunum, har heitt var á tær at tryggja jólafriðin í ár. Tað tykist sum knúturin er fígging av alternativum til ljósmotorarnar. Munur er á leirvíkingum og gøtufólki, tað tosa vit nógv um í hesari samrøðu, sum er um Eysturkommunu og tess íbúgvar. Gudny Langgaard, leirvíkingur, hevur í tvey ár sitið í stýrinum fyri kommununa. Hon letur væl at og vónar, at samstarvið styrkist enn meira, meðan mentanar munirnir eiga at verða varðveittir. Tað sær hon sum ein fyrimun. Knút var komin á gátt til ein kaffimunn og Trina vitjaði Morgunsendingina til samrøðu um felagið Heimafrið, har hon er nevndarlimur. Fyrst var tó túnatos á skránni, sum vit hoyra her. Hetta sigur russiski forsetin, Vladimir Putin, eftir at Verjumálaráðið í gjár hevði royndarskotið eina nýggja hyper soniska kjarnorkurakett hjá russiska herinum. Verjumálaráðið vil vera við, at hetta nýggja strategiska vápnið ikki kann steðgast av nakrari tøkni, sum vit kenna í dag, og at rakettin kann senda kjarnorkuløðingar móti fíggindanum 20 ferðir skjótari enn ljóðið. Tað er meira enn 6000 kilometrar um tíman. Enn eru ikki óheft prógv fyri, at nýggja vápnið veruliga er liðugt ment, siga fleiri hernaðarligar keldur við altjóða miðlar. Men Vladimir Putin, forseti sigur, sambært Moscow Times, at Russland er tilreiðar at seta rakettirnar upp longu næsta ár. Frá 2019 fær russiski herurin nýggju inter kontinentalu strategisku skipanina, Avangard. Hetta er ein stór søgulig løta hjá okkara heri og okkara landi. Russland hevur fingið eitt nýtt slag av stategiskum vápni, sigur Vladimir Putin sambært Moscow Times. Amerikanska blaðið Washington Post skrivar, at onnur lond enn Russland royna at menna hypersoniskar rakettir, og at USA eisini hevur fleiri royndarverkætlanirnar í gongd, men at USA ikki er komið so langt enn. Royndarskjótingin í Russlandi kemur beint sum Russland og USA keglast um sokallaðu INF avtaluna frá 1987, sum USA hevur hótt at taka seg úr. Hon er onnur av bara tveimum avtalum, sum avmarka kjarnorkuvápnagoymslurnar hjá kjarnorku londum, og hon spældi ein leiklut, tá endi skuldi fáast á kalda krígnum. USA heldur, at Russland hevur brotið avtaluna, sum setir bann fyri kjarnorkurakettum, sum røkka millum 500 og 5.500 kilometrar. Amerikanska stjórnin gav fyrst í desember Russlandi 60 daga freist at halda avtaluna, annars fer USA úr henni. Hin kjarnorkuavtalan millum USA og Russland kallast New Start og avmarkar, hvussu nógvar kjarnorkuløðingar londini kunnu ráða yvir. Reuters skrivar, at nú amerikanski herurin ikki longur fer at veita kurdum stuðul og harvið hava tamarhald á turkarum, so royna kurdarnir nú av øllum alvi at finna eina nýggja strategiska leið. Reuters skrivar, at størsti óttin hjá kurdum er ein endurtøka av turkiska álopinum fyrr í ár, og sum rak kurdiskar íbúgvar og herdeildir út úr Afrin, sum liggur í útnyrðingspartinum av landinum. Kurdar royna eisini at sannføra onnur vestanlond um at fylla tómrúmið, sum verður, tá amerikansku herdeildirnar fara, skrivar Reuters. Miðlastuðulin er alneyðugur fyri virksemið hjá privatu miðlunum, men støddin á stuðlinum eigur at samsvara við journalistiska og redaksjonella virksemið. Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, viðgongur, at tvær milliónir røkka ikki langt, men endamálið er, at prísurin skal lækka á øllum farleiðum hjá Strandferðsluni. Tað sigur Jákup Eli Olsen, næstformaður í Lærarafelagnum, í grein í Skúlablaðnum, nú Rigmor Dam, landsstýriskvinna, hevur sent uppskot til hoyringar um at skerja tímatalið í øllum flokkum, frá fyrsta til níggjunda flokk. Lógin um at einskilja Postverk Føroya er nú lýst, og sostatt ber nú til hjá landsstýrismanninum í Vinnumálum at selja Postverk Føroya, tí lógin kemur í gildi í dag. Men við søluni verður treytin, at P F Postverk Føroya framhaldandi umsitur einkarætt landsins og skyldu landsins til postflutning sambært løgtingslóg um postvirksemi í minsta lagi í eitt 10 ára tíðarskeið galdandi frá yvirtøkudegnum. Sambært lógini verður kvotuskipanin, sum annars skuldi koma í gildi 1.januar í ár, men eisini tá varð útsett, nú útsett til 1.januar í 2020. Í honum eru serkøn fólk í arbeiðsmarknaði, tey eru úr Vinnuhúsinum, í yrkisvegleiðing, tey eru úr Altjóða skrivstovuni og Útlendingastovan er serkøn í immigratión, innflyting. Felagið Syntesa byrjaði Jobmatch í 2008 fyri, sum Syntesa sigur, at tryggja framhaldandi vøkstur og menning í føroyska samfelagnum. Endamálið var at gera tað møguligt at skapa og viðlíkahalda sambandið millum føroyska arbeiðsmarknaðin og lesandi, nýútbúgvin og útisetar sum heild. Í 2015 bleiv málbólkurin víðkaður til eisini at fevna um útbúgvin fólk við royndum, tað eru tey sum eru í starvi, men hava áhuga í at kunna seg um nýggjar møguleikar. Á heimasíðuni jobmatch.fo eru nógvar upplýsingar um Jobmatch, millum annað, hvørjir teir 61 arbeiðsgevararnir eru, sum eru við í ár. Fólkaskúlalógin varð broytt í vár, og nýggj kunngerð um serundirvísing, sernámsfrøðilig átøk og sernámsfrøðiligan stuðul er komin í heyst. Hann sigur, at serligu átøkini hjá løgregluni í Stokkhólmi hava havt færri deyðiligar skottilburðir við sær har, men at samlaða talið í landinum er ræðandi stórt. Fyri at minka um tilburðirnar mugu vit samstarva við tollmyndugleikar og politivald í øðrum londum og á tann hátt minka um innflutningin av vápnum, sigur Gunnar Appelgren og nevnir onnur tiltøk, sum eisini mugu setast í verk í Svøríki, bæði hjá politinum og sosialu myndugleikunum, so færri børn og ung verða drigin upp í brotsmannavirksemi. Flogbóltssamband Føroya og Tórshavnar kommuna hava áður hýst bæði EM og HM kappingum fyrr, men hesaferð verður talan um 6 lond, sum fara at dystast. Øll kappingin verður avgreidd í bara 3 dagar. Tórshavnar kommuna boðar í tíðindaskrivi frá, at annar parturin á høllini verður gjørdur um til dystarhøll, so sum vit kenna tað frá øðrum kappingum og steypafinaluni. Hin parturin av høllini verður venjingarhøll og nýtt til upphiting og annað í sambandi við kappingina. Hetta verður tí eitt slag av próvtøku hjá øllum pørtum, tí so stór kapping á hægsta altjóða stigi hevur ikki verið í nýggju høllini áður. Vit hava góðar vónir í allar mátar og fegnast stórliga um, at vit enn einaferð kunnu hýsa EM flogbólti í Føroyum er Magnus Tausen, formaður í flogbólssambandinum endurgivin fyri at siga í tíðindaskrivinum. Franskir dómarar hava steðgað drúgvu kanningini av tilburðinum, tá eitt flogfar við forsetanum í Rwanda umborð varð skotið niður í 1994. Tað skrivar BBC. Fýra ár eftir tilburðin settu fraklendingar eina kanning í verk, eftir at familjulimir hjá fronsku manningini, sum eisini doyði, høvdu biðið um tað. Ein av dómarunum skuldsetti Tutsi uppreistrarfólk undir leiðslu av núverandi forsetanum í Rwanda, Paul Kaggame, fyri álopið, og boð vórðu givin um at handtaka fleiri av hansara tættastu samstarvsfeløgum. Sakførarar hjá einkjuni eftir fyrrverandi forsetan, sum lat lív í álopinum í 1994, siga við AFP, at grundin til, at kanningin nú verður steðgað, er politisk. Hendan avgerðin hjá fronsku dómarunum er eitt slag av resignatión, tí ákærarnir ikki hava dugað at fingist við politiska bakstøðið í málinum, sigur Philippe Meilhac við AFP. Tær tríggjar altjóða svensku fyritøkurnar, Hennes og Mauritz, Ericsson og Electrolux hava størri útlát av vakstrarhúsgassi enn alt Svøríki tilsamans. Dagens Industri skrivar, at útlátið hjá hesum trimum fyritøkunum er 108 milliónir tons av vakstrarhúsgassi árliga. Til samanberingar var utlátið hjá øllum Svøríki gott 100 milliónir tons. Nakrar fyritøkur gera upp, hvussu nógv útlát av kol tví súrni tær hava, men mangar upplýsa púrt einki um sítt útlát, skrivar Dagens Industri. Tey útlátini, vit gera upp, galda fyri allar vørur í 180 londum. Og allur okkara ídnaður stendur fyri umleið hálvum øðrum prosenti av heimsins samlaða útláti av kol tvísúrni, skrivar Mats Sharp, sum hevur ábyrgdina av burðardygd hjá Ericsson. Hetta sigur russiski forsetin, Vladimir Putin, eftir at Verjumálaráðið í gjár hevði royndarskotið eina nýggja hyper soniska kjarnorkurakett hjá russiska herinum. Verjumálaráðið vil vera við, at hetta nýggja strategiska vápnið ikki kann steðgast av nakrari tøkni, sum vit kenna í dag, og at rakettin kann senda kjarnorkuløðingar móti fíggindanum 20 ferðir skjótari enn ljóðið. Tað er meira enn 6000 kilometrar um tíman. Enn eru ikki óheft prógv fyri, at nýggja vápnið veruliga er liðugt ment, siga fleiri hernaðarligar keldur við altjóða miðlar. Men Vladimir Putin, forseti sigur, sambært Moscow Times, at Russland er tilreiðar at seta rakettirnar upp longu næsta ár. Frá 2019 fær russiski herurin nýggju inter kontinentalu strategisku skipanina, Avangard. Hetta er ein stór søgulig løta hjá okkara heri og okkara landi. Russland hevur fingið eitt nýtt slag av stategiskum vápni, sigur Vladimir Putin sambært Moscow Times. Amerikanska blaðið Washington Post skrivar, at onnur lond enn Russland royna at menna hypersoniskar rakettir, og at USA eisini hevur fleiri royndarverkætlanirnar í gongd, men at USA ikki er komið so langt enn. Royndarskjótingin í Russlandi kemur beint sum Russland og USA keglast um sokallaðu INF avtaluna frá 1987, sum USA hevur hótt at taka seg úr. Hon er onnur av bara tveimum avtalum, sum avmarka kjarnorkuvápnagoymslurnar hjá kjarnorku londum, og hon spældi ein leiklut, tá endi skuldi fáast á kalda krígnum. USA heldur, at Russland hevur brotið avtaluna, sum setir bann fyri kjarnorkurakettum, sum røkka millum 500 og 5.500 kilometrar. Amerikanska stjórnin gav fyrst í desember Russlandi 60 daga freist at halda avtaluna, annars fer USA úr henni. Hin kjarnorkuavtalan millum USA og Russland kallast New Start og avmarkar, hvussu nógvar kjarnorkuløðingar londini kunnu ráða yvir. 88 prosent av heimsins gentum og 90 prosent av heimsins dreingjum ganga nú í grundskúla. Tað vísa tøl frá Heimsbankanum, sum heimasíðan Verdens Bedste Nyheder endurgevur. Hóast genturnar fyrstu árini eru tvey prosent færri í tali, so eru tær fleiri á hægri lærustovnum. 2002 var fyrsta árið, har fleiri kvinnur enn menn fingu pláss til víðari lestur. Tó er sera stórur munur millum heimsins lond. Tildømis verða bara í miðal sindur meira enn sjey prosent av kvinnunum og 10 prosent av monnunum innskrivað til víðari lestur í londunum sunnan fyri Sahara í Afrika. Í Nigeria duga tildømis bara 4 prosent av fátæku ungu kvinnunum í norðurvestur Nigeria at lesa og skriva, meðan heili 99 prosent av teimum ríku kvinnunum duga. Svenski myndugleikin fyri trygd og tilbúgving sigur seg kortini vera fullgreiðan yvir, at nógv fýrverk verður keypt á internetinum, og at tað ber illa til at steðga tí ólógliga handlinum. Vøksturin stendst av sonevndum senior lánum, sum fólk kunnu fáa, tá tey eru blivin 60. Talan er um lán, har tey eldru einki skulu rinda í rentu ella avdrátti so leingi tey liva. Bankin fær allar pengarnar, tá kundin doyr, og bústaðurin verður seldur. Eg tók fýra og eina hálva millión krónur út, sigur 78 ára gamli Ove Methlie við NRK. Hansara bústaður í Bergen er virðismettur til 12 milliónir norskar krónur. Í dagsins morgunsending var ÍSF forsetin, Elin H. Joensen, og greiddi frá átakinum hjá Ítróttarsambandinum. Heiðursskjal Poul E. Petersens hevur verið latið fyrr, men hinir heiðrarnir eru nýggir. Vit práta við Jógvan á Høvdanum, yngra, um hansara skúlagongd, London, og teir yrkisligu tankar, sum hann ger sær um framtíðina. Jógvan sigur, at útbúgvingin er samansett og í veruleikanum er talan er um fimm útbúgvingar undir einum. Hann greiðir frá lívinum í London og ymsum skúlanum viðvíkjandi. Íslendska skipafelagið Eimskip hevur flutt bingjuskipini Goðafoss, Detti foss, Lag ar foss og Sel foss í FAS, føroysku altjóða skipaskránna. Sambært Teyggjuni eiga smápartafeløg, sum eita tað sama sum skipini og við orðinum Line aftanfyri skipsnavnið, tey fýra bingjuskipini. Eitt annað útlendskt farmaskip, Northern Ocean, sum varð skrásett í FAS og hevði heimstað í Nólsoy, er selt til Danmarkar og farið úr FAS. Eldhugað er Barbara Samuelsen farin til verka í ferðavinnuni, hon kom frá einum deildarleiðarastarvi í KvF. Visit Tórshavn hevur ætlanir um bæði at menna vinnuferðavinnuna og vanligu ferðafólka ferðavinnuna í høvuðsstaðnum. Men eisini í Føroyum sum heild, tí Visit Tórshavn og Visit Faroe Islands hava stovnað samstarv. Kjetil Lein, varaformaður í NITO sigur við NRK, at stór andsøgn er millum strongu krøvini til tey, sum selja fýrverk, og so tey, sum sleppa at skjóta fýrverkið. Mangan meðan tey eru sera drukkin. Vit spæla fyrilitaleyst við spreingievni hendan eina dagin. Og nýggjársdag, tá vit síggja eygnaskaðar og álvarsligar persónsskaðar, so semjast vit um, at hetta bara er ov býttisligt, sigur hann við NRK. Tað sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni, nú funnist verður at avloysarabátinum fyri at vera ov stórur til summar leiðir og ov lítil til aðrar. Men íslendska stjórnin krevur, at landsstýrið letur Samherja í Íslandi endurgjald, tí Samherji noyðist úr føroyska fiskiflotanum 1.januar 2025 sambært føroysku fiskivinnunýskipanini. Í øllum førum er Hoyvíkssáttmálin ein sáttmáli millum tvey lond, Føroyar og Ísland, ikki millum Føroyar og eitt partafelag í Íslandi, sigur Poul Michelsen. Fæst ikki ein semja, noyðast Føroyar at siga upp, tí verður Hoyvíkssáttmálin í gildi óbroyttur, ber ikki til at krevja, at íslendingar fara úr føroyska fiskiskipaflotanum. Tríggir dagar eru eftir til nýggjárs, og sáttmálin er ikki uppsagdur. Biðað verður eftir svari úr Íslandi, um fiskivinnan, bæði á sjógvi og á landi, kann takast úr sáttmálanum. Næsta ár byrjar toskafiskiskapurin hjá føroyingum á Flemish Cap ikki fyrr enn 10.januar, so skipunum nýtist ikki at fara yvir fyrr enn eftir nýggjár. Í fjør fór okkurt skip av stað longu annað jólakvøld, tí talan er um felagskvotu. Tað ræður um av vera millum tey fyrstu á feltinum. Tað fer at taka millum tríggjar og fimm vikur at umvæla brekið á sjókaðalinum millum Suðurgrønland og Ísland. Tað upplýsir Tele Post fyri grønlendska Kringvarpinum. Hetta merkir, at internetsambandið fer at vera seint í fleiri vikur. Telefon , sjónvarps og útvarpssambandið kann eisini fara at verða óstøðugt, upplýsir grønlendska telefyritøkan. Umvælingin fer at krevja kaðalskip og tøkningar, sum eru boðsend fyri at fara undir at umvæla skaðan. Men tað, at tað er so djúpt, ger, at tað fer at taka fleiri vikur at fáa umvælt kaðalin, skrivar grønblendska kringvarpið. Alt landið má fyrireika seg til eitt sindur seinari internetsamband. Serliga í Suðurgrønlandi kann tað fara at merkjast, til kaðalin er umvældur aftur, skrivar Tele Post í fráboðan. Í sendingini verður róð aftur á tónleikaárið 2018, og ljós verður varpað á nakrar av bestu og mest róstu tónleikaútgávurnar. Millum annað er tónleikur við Janelle Monáe, Cardi B, Arctic Monkeys, Idles og Kamasi Washington at hoyra. Í sambandi við, at Skatefelagið hevur tvey ára stovningardag, skipar felagið fyri tiltaki í Perluni eftir ársaðalfundin, sum byrjaði klokkan 17. Tiltakið byrjar klokkan 21. Á skránni eru bólkarnir Wingman, Joe og the Shitboys og 200. Eisini fer DJ Anthony Charles at diska við hóskandi tónleiki til skateboard ella skulu vit siga rennifjøl , sum, sambært Ólavi Thorsteinsson formanni í Skatefelagnum, er hip hop og punktónleikur. Skatefelagið fevnir ikki bert um skateboard men eisini rennihjól, rulluskoytur og BMX súkkling. Aðalmálið hjá okkum er at fáa møguleikan at íðka okkara ítrótt innandura, tí tað ber illa til, tá tað er vátt , sigur Ólavur og leggur afturat, at umstøðurnar at standa á rennihjóli faktiskt eru betri á bygd enn í høvuðsstaðnum, hóast skateboard vanliga verður sett í samband við býarmentan. Ein, sum ætla sær at koma aftur til Føroya eftir loknan lestur, er Sissal Hofgaard Hestoy, sum var í Norðurlandahúsinum í dag og kannaði møguleikarnar á starvsstevnuni Jobmatch. Súsanna Olsen, stjórnmálafrøðingur, sum var gestur í sjónvarpsstovuni, sigur, at støðan er broytt nógv seinastu árini, og Føroyar draga fólk til sín. Eitt nú hevur hon gjørt tónleik til sendirøðina The Last Kingdom, og sum nakað heilt nýtt hevur hon eisini gjørt tónleik til eitt playstation spæl. Hvat kanst tú drekka afturvið matinum, tá tit fara til borðs nýggjársaftan ella onkran annan góðan dag. Henda spurning hava vit sett Theis Herdalur, handilsleiðara í Rúsdrekkasølu Landsins, í samband við ársskiftið. Lurta eftir samrøðuni her. Málið um politisku leiklutirnar hjá Kristini Michelsen stendur loksins á dagsskránni, tá Tvøroyrar byráð á middegi í dag hevur býráðsfund. Tvøroyrar býráð hevur fyrr givið borgarstjóranum loyvi at røkja báðar sessirnar. Men eftir at nýggjur meiriluti er komin í býráðum, hava tey vilja havt málið til nýggja viðgerð, men higartil uttan úrslit. Orsøkin er, at Anita Viðbergsdóttir, varðaborgarstjóri, hevur røkt borgarstjórasessin, meðan Kristin Michelsen hevur verið á feriu. Harvið hevur hon eisini havt ábyrgd av skránni fyri býráðsfundirnar. Tyrluflúgvingin í Føroyum er vorðin munandi tryggari, nú nýggi veðurradarin hjá Atlantic Airways loksins er settur upp á Sornfelli. Tað sigur Hans Erik Jakobsen, flogovasti á tyrlutænastuni hjá Atlantic Airways. Tað var eitt sera væl svingandi panel, sum sat kring grøna Also borðið ídag. Tey trý, Katrin, Hendrik og Sofus vóru umsíður saman aftur í Also og tað vóru tey stak væl nøgd við. Tað gekk eisini væl, tá tey svaraðu brøvum og sms spurningum frá lurtarum. Hoyr sendingina her. 34 milliónir krónur eru settar av til at byggja ein avloysarabát til Strandferðsluna. Báturin skal vera liðugur um eitt ár. Stjórin á Strandferðsluni hevur kortini vónir um, at tað fer at eydnast at útvega pengar at endurnýggja gomlu ferjurnar kring oyggjarnar. Sambært in.fo, so vóru tað tað Bjarni Hammer, Bogi Johannesen, Súsanna Bertholdsen og Kristina Roest vóru fyri, at Kristin Michelsen má velja millum borgarstjórasessin og løgtingssessin. Anita Vibergsdóttir Mortensen og Alvi Mortensen atkvøddu hinvegin ímóti at taka annan sessin frá borgarstjóranum. , at tað er gott fyri Suðuroynna at hava umboð á tingi og serliga í løgtingsins fíggjarnevnd, har Kristin Michelsen situr í dag. Kristin Michelsen, sum hevur verið í feriu síðani 5. desember, var ikki sjálvur á býráðsfundinum í dag. Men á fundinum í dag varð boðað frá, at hann tekur við sum borgarstjóri á Tvøroyri aftur 1. januar. Tað merkir so, at antin tekur Hildbert Elisson sæti fyri Kristin Michelsen á løgtingin, ella stendur sessurin tómur, sum Kristin Michelsen eisini hevur hótt við áður. Føroyska Helga Ellingsgaard, sum er phd í human fysiologi, er leiðarin fyri einum granskingartoymi á Ríkissjúrkahúsinum, sum hevur funnið fram til, at sonevnda signalevnið IL 6 er avgerandi, tá fiti í kroppinum skal brennast. Tað eru samgongan og andstøðan, sum bresta saman í hesari sera spennandi og hugnaligu spurnarkappingini, har allir spurningarnir snúgva seg um hendingar, ið eru farnar fram í 2018. Tú kanst hoyra sendingina her Virksemið á føroyska mentanarpallinum er bæði fjølbroytt og rúgvismikið, og hesar umleið tveir tímarnar fara vit at nema við nakað av tí, sum farið er fram á føroyska mentanarpallinum í 2018. Í februar mánað gjørdist tað Trygvi Danielsen, sum vann Geytan fyri filmin 111 góðir dagar, meðan Áskoðaravirðislønin varð latin Mariu Tórgarð fyri filmin Maðurin við Blæuni. Og hvat er annars farið fram á føroyska filmsløriftinum farna árið Tað fregnast vit um, tá vit fyrst í sendingini skifta orð við Gudmund Helmsdal, leikstjóra og nevndarlim í Føroyskum Filmsfólkum, Birgir Kruse, formann í Filmsfelagnum og í Geytanum, og Beintu Haraldsen, leiðara í Klippfiski, samstundis sum vit eisini fáa orðið á Tinu í Dali Wagner, ið er leiðari í nýstovnaða Filmshúsinum. Á Bókadøgunum stutt fyri ársskriftið varð kunngjørt, at rithøvundurin Oddfríður Marni Rasmussen hevði vunnið skaldsøgukappingina, sum Føroysku Bókhandlararnir tóku stig til. Men hvat hevur annars merkt føroyska bókaárið 2018, tá talan er um fagrar bókmentir Vit spyrja Berg Djurhuus Hansen, bókmentafrøðing. Virksemið á føroyska leikpallinum var sera umfatandi í 2018. Men hvussu hevur leikárið hildnast og hvat hevur eyðkent leikpallin farna árið Hetta fara vit at umrøða saman við Birnu Heinesen, dramaturgi, og Jenny Petersen, stjóra á Tjóðpalli Føroya. Hvat fór fram á føroyska myndslistaløriftinum í 2018 er høvuðsspurningurin, tá vit, saman við Solveig Hanusardóttir Olsen, listfrøðingi, og Kinnu Poulsen, ummælara, fara at umrøða myndlistaárið 2018. Tú kanst hoyra sendingina her Frá 1. januar skal eftirlønargjald rindast av minstulønum til fiskimenn, og tað er ein orsøk til at minstulønir hækka við 50 krónum um dagin og minstiforvinningur hækkar 1000 krónur um mánaðin 1. januar í 2019. Stýrið í Trygdargrunninum hevur heitt á landsstýrismannin um at hækka útgjaldingarnar, so tær viga upp ímóti tí, sum frá 1. januar í 2019 fer av útgjaldinum til eftirløn. Samlaðu inntøkurnar í grunninum vóru í 2018 góðar 16,2 milliónir krónur og góðar 11,3 milliónir vórður úgoldnar til minstulønir og minstaforvinning í 2018. Stýrisskipanin ásetir, at limalondini skiftast um formansskapin, og komandi hálvárið er tað Rumenia, ið skal stjórna ES. Men Jean Claude Juncker ivast, um landið skal hava formansskapin. Tøkniliga er Rumenia til reiðar, men eg haldi ikki, at stjórnin í Bukarest hevur skilt til fulnar, hvat tað merkir at hava formansskapin í ES, sigur Jean Claude Juncker við týska blaðið Welt am Sontag . Í samráðingum, sum formansskapurin stendur á odda fyri, er neyðugt at vera til reiðar at lurta eftir øðrum og hava vilja til at seta síni egnu ynski til viks. Og tað ivist eg í, um Rumenia megnar, sigur Jean Claude Juncker. Vanliga er tað so, at forsetin er leiðari landsins, og forsætisráðharrin er leiðari fyri landsins stjórn, men soleiðis er støðan ikki í Rumenia, sum er. Í staðin er tað formaðurin í sosialdemokratiska flokkinum, Liviu Dragnea, ið handan leiktjøldini stýrir tí, sum stjórnin og leiðari hennara, Viorica Dancila, forsætisráðharri, gera. Liviu Dragnea kann ikki sjálvur sita í forsætisráðharrasessinum, tí í 2016 var hann dømdur hálvt fjórða ára fongsul fyri valsvik og onnur brotsverk í embæti sínum. Haraftrat situr Liviu Dragnea illa um sátt við Klaus Johannis, forseta. Neyðugt er, at landið heima stendur stjórnarliga sterkt fyri at kunna savna Europa undir sínum formansskapi, sigur formaðurin í ES nevndini við týska blaðið. Fyrr í hesum mánaðinum samdust londini tó um at steðga á og bíða við nýggjum handilstiltøkum. Endamálið er at samráðast um støðuna. Donald Trump segði, at hann og kinesiski forsetin, Xi Jinping, tosaðu saman í gjár, og at samráðingarnar landanna millum ganga væl. Almenna kinsesiska tíðindastovan hevur í sínum lagi váttað, at forsetarnir hava tosað saman, men orðaði seg annars varðisliga um støðuna. Amarikanarar siga, at Kina hevur lagt forðingar í vegin fyri amerikanskum vørum í Kina, og tað hevur ávirkað kappingarførið hjá USA á kinesiska marknaðinum til frama fyri kinesiskar vørur. Síðani juli mánað hevur USA lagt toll á kinesiskar vørur. Tilsamans er talan um virði uppá 250 milliardir amerikanskar dollarar. Kina hevur svarað aftur við at leggja toll á vørur úr USA, sum tilsamans hava virði uppá 110 milliardir dollarar. Har segði Donald Trump seg vera til reiðar at steðga á og ikki hækka tollin á vøru úr Kina úr 10 upp í 25 prosent, sum USA ætlaði at gera frá 1. januar at rokna. Afturfyri skuldi Kina keypa stóra mongd av landbúnaðarvørum, ídnaðarvørum og vørum til orkuendamál úr USA. Enn er avtalan tó ikki liðug at undirskriva. Betri samtakið og samstarvsfelagar tess hava slept ætlanini at byggja leiguíbúðir, og avgjørt er at avtaka felagið, sum skuldi standa fyri íbúðunum partafelagið Heimbýli. Hákonjukturur er, og tað sýnist vera torført at fáa leiguinntøkur at standa mát við byggi og fíggjarkostnað, sigur nevndin í partafelagnum Betri. Ein onnur orsøk at sleppa ætlanini um at byggja leiguíbúðir er, at kapitalkrøvini til SIFI fíggjarfyritøkur verða herd komandi árini. Høvuðsendamálið hjá partafelagnum Betri sum móðurfelag í Betri samtakinum er fyrst og fremst at tryggja, at dótturfeløgini Betri Trygging, Betri Pensjón og Betri Banki verða rikin skynsamt og trygt, og at kapitalgrundarlagið hjá dótturfeløgunum lýkur lógarásettu krøvini væl og virðiliga, sigur partafelagið Betri í tíðindaskrivi. Í partafelagnum Heimbýli, sum nú verður strikað vóru umframt Betri partafelagið Elvi, smápartafelagið Árni Jakobsen og smápartafelagið SN. Vit venda sjóneykuni eystureftir og lurta eftir bæði festligum og minimalistiskum tónleiki úr Russlandi, Estlandi og Letlandi. Eisini verða smærri og meira heimlig verk spæld. Hann tekur undir við forsætisráðharra sínum og uppskoti hennara um, hvussu Bretland skal fara úr ES, og sigur við blaðið, at tað fer at oyðileggja álitið millum veljarar og politikarar, um Parlamentið havnar uppskoti forsætisráðharrans. Uppskotið hjá Teresu May um, hvussu Bretland skal fara úr ES er úrslit av drúgvum samráðingum við ES, og í Brússel verður sagt, at avtalan partanna millum kann ikki broytast. Verður uppskotið felt, hava vit svikið álit veljaranna, sum atkvøddu fyri, at Bretland skuldi fara úr ES, sigur Liam Fox. Og tá er eins góður møguleiki fyri, at Bretland verður verandi í ES, sum at farið verður úr evropeiska samveldinum, sigur handilsmálaráðharrin. Liberal demokratarnir í bretska undirhúsinum eru ímóti, at Bretland fer úr ES, og flokkurin vil hava, at uppskotið um at fara úr ES eisini fer til fólkaatkvøðu. Layla Moran hjá liberal demokratunum sigur um Liam Fox og tað, hann sigur, at Parlamentið svíkur álit veljaranna, at tað er Konservativi flokkurin hjá Theresu May og Liam Fox, ið svíkja, tí tey vilja ikki leggja úrslitið av samráðingunum við ES fyyri veljararnar at taka støðu til á nýggjari fólkaatkvøðu. Tað eru serliga útlendingar úr Turkalandi, Afganistan og Irak, sum í størri tali enn áður hava fingið loyvi at verða verandi í Danmark, vísa tøl frá danska Útlendinga og integratíónsmálaráðnum. Í fjør fingu 2.200 persónar fast uppihaldsloyvi, og í ár er talið vaksið við góðum 300 til meira enn 2.500. Talið í ár er tó minni enn tað var í 2013, verður sagt. At fleiri hava fingið fast uppihaldsloyvi í ár enn í fjør kemst av, at flóttafólk, ið hava biðið um friðskjól, hava fingið loyvi at búseta seg í Danmark. Inger Støjberg, útlendinga og integratiónsmálaráðharri, sigur í eini viðmerking við Berlingske, at hon IKKI stúrir fyri hesum, at fleiri persónar í ár enn í fjør hava fingið fast uppihaldsloyvi. Aslaug Gisladóttir er forkvinna í Betri Samtakinum. Fyri einum hálvum ári síðani stovnaði Betri Samtaki eitt felag, sum skuldi standa fyri at byggja leigubústaðir. Felagið Heimbýlið var stovna saman við Articon, SNA Arkitektum og SMJ Ráðgevandi Verkfrøðingum. Men krøvini til SIFI bankar eru komin óvart á leiðsluna í Betri, og nú er felagið strika aftur baragóðar 7 mánaðir eftir, at tað varð stovnað. At felagið Heimbýli nú er farið í søguna er stórt spell, sigur Jón Sigurðson, stjóri á Articon, sum stovnaði Heimbýli saman við Betri Samtakinum, SNA arktitektum og SMJ Ráðgevandi verkfrøðingum. Stóra avbjóðingin er at finna eitt privat felag sum er sterkt nokk til at byggja leigubústaðir, tí tað er ein íløga har tú bindir peningin í longri tí, sigur Jón Sigurðson. Ætlanin var, at Heimbýli skuldi bjóða uppá bústaðarbyggingina undir Kongavarða, sum Tórshavnar Kommuna hevur bjóðað út til at byggja til leigubústaðir, men Betri PF tók seg úr samstarvinum, beint áðrenn tilboðið skuldi latast inn. Tá ið avtornaði var bara ein, sum bjóðaði uppá verkætlanina hjá Kommununi, men Kommunan vil ikki avdúka hvør tað er. Almenna felagið Bústaðir fer at byggja fleiri íbúðir komandi árini, og tað er gott, men tað hevði verið gott fyri bústaðarmarknaðin um fleiri aktørar vóru um at lyfta tørvin á bústaðarmarknaðinum, heldur Jón Sigurðson. Føroyar lata 600.000 krónur til neyðhjálpararbeiði í Indonesia, eftir at ein flóðalda rakti Sundasundið beint fyri jól, upplýsir Uttanríkis og vinnumálaráðið,. Tænastudeildir meta um tørvin á neyðhjálp, 14 lastbilar koyra við vatni, teppi, vatn og reinførisútgerð verða borin teimum neyðstøddu. Ein neyðhjálpargrunnar verður stovnaður at hjálpa teimum harðast raktu økjunum, ortopediskir serlæknar eru á staðnum, fimm heilsustovur, sum kunnu flytast, og tvær tyrlur til leiting og bjargingarvirksemi eru í tilbúgvingarætlanini hjá Reyða krossi. Borgarstjórin í Havn, Annika Olsen, finst hvassliga at Betrisamtakinum, tí tey hava avtikið partafelagið heimbýli, sum skuldi byggja leiguíbúðir. Á sínum Facebook vanga sigur borgarstjórin, at nú Betri tekur seg burturúr allari íbúðarbygging og harvið sigur nei takk til at lyfta okkara samfelag fram á leið, er spurningurin komin til, um vit ikki politiskt eiga at hyggja nærri at Betrisamtakinum Annika Olsen sigur, at pensjónspengarnir fara beinleiðis av landinum til danskt felag, sum síðani setir okkara pengar í lánsbrøv, herímillum til danska íbúðarbygging. Hvat er meiningin við hesum Av teimum 10 milliardunum, ið liggja i teimum føroysku pensjónsgrunnunum, kemur so at kalla onki aftur til tað føroyska samfelagið og føroyska fólkið. Er tað ómegd, undanførsla ella manglandi vilji, tá Betri sigur seg ikki kunna leggja eina krónu eftir seg til føroysk byggjari sigur borgarstjórin í Havn. Tað var í gjár, at Betri boðaði frá, at partafelagið Heimbýli, sum varð stovnað í mai til at byggja leiguíbúðir, nú verður avtikið. Formaðurin í Skipara og navigatørfelagnum, Annfinnur Garðalíð, segði í frágreiðing sínari á aðalfundi felagsins herfyri, at ráðgevingin hjá manningafeløgum mælir til, at tað besta er, at feløgini og reiðararnir samráðast um hetta málið. Trætumálið, sum er frammi nú, er, um manningarnar skulu gjalda fyri rættindi, sum reiðarin keypir á uppboðssølu, tað er, um kvotukeyp er loyvdur frádráttur, um manningarnar skulu rinda part av tí, sum keyp á uppboðssølu kostar. Tað halda manningarfeløgini ikki og kærdu hálvan juli til Fasta gerðarrættin. Har liggur málið. Reiðarafelagið svaraði gerðarrættinum 18.oktober. Herdu krøvini frá Fíggjareftirlitinum og føroysku myndugleikunum merkja, at Bank Nordik skal polstrast við millum hálvari og einari milliard krónum afturat. Hetta er tað, sum bankafólk kalla solvensur. Tað nýggja er, at peningastovnarnir sjálvir skulu megna at rinda allar rokningar, umframt at vera førir fyri at endurreisa seg sjálvar also hvør sær í kreppustøðu. Hesi eyka krøvini hava við sær, at bankin verður dýrari, bæði fyri partaeigararnar og fyri kundarnar, sigur Árni Ellefsen, forstjóri. Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, fæst ikki at siga, um hann vil, at Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, nú velur borgarstjórasessin og fer úr løgtinginum. Nýggjárssending, har vit við samrøðum, sjónvarpsbrotum, tíðindabrotum og tónleiki, líta á árið, ið fer. Rannvá Fossaberg og Rúni Jákupsson eru vertir. Vit hyggja aftur á árið, ið fór í ítrótti, og vit hyggja eisini fram ímóti 2019. Leivur Frederiksen og Ragnar A. Jacobsen leggja til rættis. Nøkur loyvi, sum vóru givin at brenna bál, vórðu tikin aftur orsaka av ringa veðrinum. Tí er væntandi, at nøkur bál verða brend í kvøld, sigur vakthavandi á politistøðini. Tað eru serliga útlendingar úr Turkalandi, Afganistan og Irak, sum í størri tali enn áður hava fingið loyvi at verða verandi í Danmark, vísa tøl frá danska Útlendinga og integratíónsmálaráðnum. Í fjør fingu 2.200 persónar fast uppihaldsloyvi, og í ár er talið vaksið við góðum 300 til meira enn 2.500. Talið í ár er tó minni enn tað var í 2013, verður sagt. At fleiri hava fingið fast uppihaldsloyvi í ár enn í fjør kemst av, at flóttafólk, ið hava biðið um friðskjól, hava fingið loyvi at búseta seg í Danmark. Inger Støjberg, útlendinga og integratiónsmálaráðharri, sigur í eini viðmerking við Berlingske, at hon IKKI stúrir fyri hesum, at fleiri persónar í ár enn í fjør hava fingið fast uppihaldsloyvi. Jaspur Vang, sýslumaður, sigur, at trupult er at siga, hvussu nógvar hval talan er um. Hann metir, at tað eru áleið 40 til 50 hval. Í gjárskvøldið helt Aksel V. Johannesen, løgmaður, sína seinastu nýggjársrøðu í hesum valskeiðnum. Hann legði millum annað dent á góðu gongdina í landinum, og hann hevði eina áheitan til føroyingar. Hann rósar nógv samgonguni fyri tað, sum hon hevur gjørt. Tað ger hann á ein óopinlýsan hátt, har hann nevnir, hvussu gott tað er í Føroyum. Tað skal hann sjálvandi gera, nú tað stundar til val. Poltisk, tó ikki so opinlýst. Vit hóma væl ein politiskan boðskap í røðuni, tí hann rósar nógv samgonguni fyri tað, sum hon hevur gjørt. Hann nevnir, at vit hava tað gott, og tað skulu vit vera glað fyri, sum hann sjálvandi skal siga nú, tá tað stundar til val. Í árinum 2000 savnaðist eitt filmslið í Hattarvík at gera upptøkur til filmin Burturhugur Faroese Observations . Ein mynd av sjey teimum seinastu fólkunum á hesum fjarskotna plássi. Ein av høvuðspersónunum í filminum var bóndin Zacharias. Síðani vit í 2016 frættu, at hann var deyður, hevur okkurt áhaldandi eggjað okkum til at leita aftur til allar tímarnar við upptøkum, sum vit tá gjørdu við hesum karismatiska, gamla bóndanum. Vit fylgdu honum langt tíðarskeið í hansara hóvliga, lítillátna og spakføra gerandisdegi. Bæði í gaman og álvara. Í hesi nýggju vangamyndini av honum hava vit nýtt oynna og øll gerandismál hansara sum lørift. Zacharias vísir seg at umboða eina farna tíð í veðurbardum og einføldum rammum. Líkasum ein tann seinasti føroyingurin av sínum slagi gevur hann okkum gávumilt innlit í sína lívssøgu og ikki minst sín litfagra hugaheim við søgum, ið hittinorðaðar verða bornar fram fyri okkum. Og geva vit okkum stundir at lurta og skilja, hvørjum bergi hesin maðurin er brotin av, so hóma vit nakrar hornasteinar, sum hansara bygdarsamfelag var bygt á, eitt samfelag, ið uttan nakrar verðsligar hentleikar og at kalla heilt avbyrgt frá umheiminum, aldi upp menniskju sum okkara høvuðspersón, sum í uppvøkstri sínum fekk við sær ein førning við fínt innstillaðari kumpass at ferðast ígjøgnum lívið við. Í hesum nýggja filmi verður nógv fokuserað upp á nærveru, fordjúpilsi, innlivan og sum heild tað tølandi og meditativa við steðgum í ljóði og mynd. Eftir stendur andsøgnin til okkara nútíðar acceleratiónssamfelag so krystalklárt eftir og darrar í myrkrinum. Við hesum filmi vilja vit lýsa frið yvir mannin og fagna hesum týdningarmikla persóni, sum vit einaferð hittu á leið okkara. Framleiðsla, leikstjórn, klipping Teitur Árnason. Myndatøka og ljóðupptøka Thomas Nikolai Olsen Nils Martin Lefstad. Tónleikur Kári Sverrisson. Ljóðviðgerð Baldur Kampmann. Ljóðbland Simon Ellegaard, SDI Media. Undirtekstir Marianna Debes Dahl. Litbland Nicklas Thiesen, Casablanca Film. Samskipari Forlagið Fannir Árni Dahl. Reyði tráðurin í røðuni hjá Akseli V. Johannesen, løgmanni, gamlaárskvøld, var, at síggja tað góða í stóru myndini. Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, metir røðuna hjá løgmanni millum annað vera ein kritikk av fjølmiðlunum, tí teir ikki eru nóg positivir í sínum tíðindaflutningi. Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvsstýri, finst at politiska partinum í røðuni og Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, heldur, at løgmaður gloymir tey, sum ikki hava tað gott. Teir tríggir vitjaðu gamlaárskvøld í Plátubarrini og søgdu byrjunarsøguna um tónleikabólkin Vestmenn. Eisini vórðu løgini á fyrstu plátuni, Brot, spæld, har tey kendastu eru Ró og Eg siti so eina. Harafturat greiddu teir frá nýggjari konsertætlan. Og ymsum øðrum, men tað er bara at lurta her. Mynd frá Summarfestivalurin. Men kanska verður løgtingsvalið longu í vár, tá løgtingið er farið í summarfrí. Útvarpssendingin Fjús spurdi nýggjársaftan løgmann um løgtingsvalið, um valið verður longu tíðliga í árinum, tað er í úrtíð. Tað undrar meirilutan í býráðnum á Tvøroyri, at rokningar fyri sakførara, sum kannaði gegnið hjá Kommununala eftirlitinum í sambandi við málið um sessirnar hjá borgarstjóranum, eru bókaðar hjá kommununi. Tí kommunan hevur ikki biðið um sakførara til hetta, varð upplýst á býráðsfundinum á Tvøroyri leygardagin, sigur Súsanna Bertholdsen, býráðslimur. Tað heldur minnilutin í býráðnum á Tvøroyri, nú býráðið hevur samtykt, at Kristin Michelsen skal velja millum borgarstjórasessin og tingmannasessin. Kristin Michelsen eigur annars at sleppa at halda fram bæði sum borgarstjóri og løgtingsmaður, soleiðis sum býráðið á Tvøroyri samtykti 13.februar 2017. Ivasamt er, um tann samtyktin kann broytast uttan nakað, sigur minnilutin á Tvøroyri, sum á fundinum leygardagin var Anita Vibergsdóttir og Alvi Mortensen. Hann sigur seg undrast á, at meirlutin í Tvøroyrar býráð gongur ímótí samtyktini hjá Javnaðarflokkinum, sum sigur, at frá næsta løgtingsvali sleppa borgarstjórar ikki at sita bæði á løgtingi og verða borgarstjórar samstundis. Eg havi ongar trupulleikar við at fylgja teirri samtyktini, men at siga báðar sessirnar frá mær nú, geri eg ikki góðvilliga segði Kristin Michelsen í gjár. Seks fólk lótu lív, tá partar av tekjuni á einum farmatoki fuku á eitt ferðafólkatok á brúnni um Stórabelt í Danmark tíðliga í morgun, upplýsir DSB. Ein handilsavtala kemur fyri Hoyvíkssáttmálan, ivast Poul Michelsen ikki í, so tað er eingin ólukka, at Hovíkssáttmálin er sagdur upp. Vit hoyra børn í Vágum kvøða Nykursvísu, Lovisa Jørgensen skipar. Marjun Berg skipar Tórkilsdøtur í Dansifelag Kaggans. Gentur í Sumba kvøða Ud fra Dramman. Betty Djurhuus skipar. Høgni Debes skipar Har Bylgjan Leikar í Eysturoyar Dansifelag. Vága Dansifelag kvøður Gudbrandskvæði, Heini Holm skipar. Vága Dansifelag skipar eisini Liggjarferðina, sum Olivar á Ryggi yrkti. Hans Christoffer Joensen skipar. At enda skipar Gunnar Poulsen Huldugentuna, sum Johan Djurhuus yrkti, í Sumbiar Dansifelag. Hóast Mentamálaráðið hevur vitað í nøkur ár, at kringsvarpsstýrið gavst 31.desember 2018, er eingin fráboðan komin haðani um nýtt stýri. Stýrið hevur yvirskipaðu ábyrgdina av, at ásetingarnar í kringvarpslógini og øðrum fyriskipanum um virksemi Kringvarpsins verða fylgdar. Nú eru partarnir um brotsverk móti almennum myndugleikum, brotsverk móti almennum friði og skilhaldi, brotsverk í tænastu ella starvi hjá tí almenna, følsk frágreiðing og følsk ákæra og brotsverk viðvíkjandi gjaldsmiðlum og skjalafalsan sendir til hoyringar. Løgmansskrivstovan sigur, at ætlanin við lógaruppskotinum er í høvuðsheitum at føroyska revsilógina umframt at gera onkrar smávegis dagføringar í lógini. Í sambandi við, at revsilógin verður føroyskað, er ikki ætlanin, at føroyski teksturin innihaldsliga skal víkja frá danska tekstinum uttan í teimum førum, har føroysk viðurskifti hava gjørt, at onkrar ásetingar í danska tekstinum ikki eru tiknar við, sigur Løgmansskrivstovan. Sostatt hevur vanlukkan kravt tilsamans átta mannalív, fimm kvinnur og tríggjar menn, og 16 fólk eru løstað, men tey flestu eru útskrivað. Enn er ikki endaliga staðfest, hví vanlukkan hendi, men skaðanevndin sigur, at ein treylari, sum stóð á einum farmatoki, rakti ferðafólkatokið, ið var á veg til Sælands tíðliga í gjáramorgunin. Reuters skrivar, at hetta er fyrstu ferð, at Apple endurskoðar sínar metingar, áðrenn roknskapurin verður kunngjørdur, síðani fyrsta iPhonin kom á marknaðin í 2007. Á marknaðinum, sum gevur ábendingar um, hvat íleggjarar halda, fall partabrævið í Apple niður í átta prosent, tá tíðindini um minkaða umsetningin vórðu kunngjørd. Fyri jól varð eitt uppskot um broytingar í afturlatingarlógini sent til hoyringar um at loyva størri matvøruhandlum at hava longur opið umframt at hava opið sunnudag. Men henda ætlanin er løgd til viks, tí partar av handilsvinnuni taka ikki undir við uppskotinum, sigur landsstýrimaðurin í vinnumálum. 250 fermetar er í dag avgerðandi markið fyri, nær ein matvøruhandil kann hava opið. Handlar, sum eru minni enn 250 fermetrar, hava í dag loyvi at hava longri opið enn handlar størri enn 250 fermetrar. Umframt at teir smærru handlarnir kunnu hava opið sunnudagar. Og tað er hetta markið, sum Vinnumálaráðið ætlaði at broyta, men eftir at uppskotið hevur verið til hoyringar, hevur landsstýrismaðurin í Vinnumálum, Poul Michelsen, gjørt av at sleppa ætlanini um broytingini í hvussu so er í fyrstu atløgu. Í hoyringssvari til lógarbroytingina legði handilsvinnufelagið dent á, at um lógin skal liberaliserast, so skal tað vera galdandi fyri allar handlar og ikki bert matvøruhandlar. Og um man ikki ynskir tað, so metti handilsvinnufelagið, at lógin skuldi vera óbroytt. Landsstýrsmaðurin sigur, at tey hava gjørt av at lurta eftir vinnuni, og tí verður lógin ikki broytt. Men tað er møguligt, at afturlatingarlógin í framtíðini verður broytt, soleiðis at øll sløg av handlum kunnu hava leingi opið á kvøldi umfram at hava opið sunnudagar, men tað kann ikki gerast, uttan víðari viðgerð, sigur Poul Michelsen. Dopingareftirlitsfólk hava fyri stuttum verið í Danmark og kunnað seg meira um arbeiðið hjá Antidoping Danmark við venjingarmiðstøðum. Fyri løtu síðani sendi løgmaður, Aksel V. Johannesen, út tíðindaskriv, har boðað varð frá, at Kristin Michelsen ikki longur er partur av tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum. Í skrivinum stóð, at støðan í flokkinum ikki var haldgóð, síðani Kristin Michelsen, tingmaður, í januar í fjør boðaði alment frá, at hann ikki kendi seg bundnan til at atkvøða saman við Javnaðarflokkinum, men heldur tók persónliga støðu frá máli til mál. Hartil hevur starvsnevndin hjá Javnaðarflokkinum tikið ta støðu, at Kristin Michelsen ikki verður á listanum hjá Javnaðarflokkinum til komandi løgtingsval. Eyðfinn Magnussen hevur í sjey ár umsitið heimasíðuna Haran.fo. Hann sigur, at hesi árini hevur talið á skotnum harum verið skiftandi. Enn er hann ikki liðugur at skráseta árið í fjør, men hann væntar, at tað verður heldur lakari, tá samanum kemur, enn summi av árunum frammanundan. Kristin Michelsen er koyrdur úr tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum og sleppur ikki at stilla upp fyri Javnaðarflokkinum næsta løgtingsval. Í fráboðan beint eftir klokkan eitt seinnapartin sigur Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, at støðan, sum hevur verið við Kristin Michelsen, ikki er haldgóð, og at hann sum formaður ikki kann góðtaka tað arbeiðslagið, sum Kristin Michelsen hevur. Kristin Michelsen hevur í dag sent teldupost til Løgmann og Helenu Dam á Neystabø, forkvinnu í tingbólkinum, har hann millum annað spyr hvørjar atkvøðugreiðslur løgmaður sipar til, tá hann sigur at Kristin Michelsen er farin úr tinginum uttan at boðað frá. Hann vil eisini vita um hann enn er limur í Javnaðaflokkinum. Kann undirritaði fáa hesa avgerðina frá tingbólkinum, um nær og hvar tingbólkurin hevur tikið hesa avgerð, undirritaði hevur so ongi fundarboð fingið. Tú sum formaður og løgmaður kann ikki góðtaka til dømis við, at jeg eri farin uttan at boða frá, tá fleiri atkvøðugreiðslur hava verið á skrá. Kann løgmaður greiða nærri frá, nær hetta eri fari fram Løgmaður boðar eisini frá, at starvsnevndin hevur tikið avgerð um, at undirritaði ikki sleppur at stilla upp til næsta løgtingsval. Kann undirritaði fáa hesa avgerð frá starvsnevndini Hvør er orsøkin, at starvsnevndin gongur ímóti avgerðini, ið landsfundurin samtykti við 118 fyri og bert 21 ímóti tann 1. Apríl 1017 havi ringt har. Hann tosar nokk við nevndina. Eg hevdi fyrireika listan, so tú ert klarur í so Fall Hetta eru orðini frá løgmanni í SMS boðunum til undirritaða. Hetta var eftir at undirritaði var koyrdur av javnaðarlistanum til kommunuvalið 2016. 7. november 2016 fekk undirritaði aftur SMS boð frá løgmanni, aftaná at undirritaði hevði spurt um, um hann framvegis var limur í javnaðarflokkinum tú er sjálvandi framvegis ynsktur í flokkinum . Seinnapartin komu boðini um avgerðina hjá Javnaðarflokkinum, at Kristin Michelsen, løgtingsmaður, ikki longur er partur av tingbólki Javnaðarfloksins í Løgtinginum. Og Starvsnevnd Javnaðarflokksins hevur avgjørt, at Kristin Michelsen ikki verður á listanum hjá Javnaðarflokkinum til komandi løgtingsval. At venja er gott, men tað er ikki líkamikið, hvar tú venur. Boðini koma frá Ítróttarsambandi Føroya. Tey vilja tryggja, at ung ítróttarfólk kunnu venja í tí, tey rópa eitt dopingfrítt umhvørvi á venjingarmiðstøðunum. Umboðsmaðurin finst at Tórshavnar kommunu fyri í einum ummæli til umboðsmannin at orða seg á ein hátt, sum als ikki sømir seg einum almennum myndugleika og arbeiðsgevara. Umboðsmaðurin sigur seg als ikki kunna góðtaka, at Tórshavnar kommuna umrøddi gongdina í málinum sum eina staðfesting av, at klagarin ikki virdi leiðsluna, ikki var samstarvssinnað ella sum eina staðfesting av, at Tórshavnar kommuna onga orsøk hevði til at hava álit á henni. Løgtingsins umboðsmaður hevur viðgjørt eina klagu frá Heilsurøktarafelagnum um Heilsu og umsorganartænastan í Tórshavnar kommuna kundi nokta at seta ein áður uppsagdan heilsurøktara í fast starv við teirri grundgeving, at Tórshavnar kommuna ikki hevur álit á henni. Hetta er alt samalt liður í tilgongdini at menna leikararnar til størru uppgávurnar, ið liggja fyri framman á altjóða pallinum, sigur Magnus Tausen, formaður í Flogbóltssambandi Føroya. Ráðið fyri Ferðslutrygd boðaði í gjár frá, at 2018 hevur verið gleðiligt í so máta, at tað fyri fyrstu ferð í yvir 50 ár er gingið eitt heilt kalendaraár, har eingin ferðsluvanlukka hevur verið, sum hevur kravt mannalív. Undanfarnu árini hevur talið tó ligið um 30. Uppgerðin hjá ferðslutrygd vísir sostatt ikki, hvussu nógv fólk eru komin til skaða, ella hvussu álvarsligir skaðarnir eru. Menniskjaligir feilir eru framhaldandi orsøk til yvir 90 av øllum ferðsluvanlukkum, og stóru vandarnar í ferðsluni eru ov høg ferð, rúsdrekka og gáloysni, skrivar Ferðslutrygd. Í uppskotinum er kortini ein játtan uppá 1,3 milliardir dollarar til hegn ímillum USA og Mexico og 300 milliónir dollarar til aðra útgerð, sum upptøkutól og annað. Ein annar partur av fyribils fíggjarætlanini er um játtan til fleiri ráð. Tann játtanin verður galdandi til 1. september, tá fíggjarárið endar. Samtyktin hevur við sær, at USA aftur kann virka sum vant, eftir at lítið virksemi hevur verið í almenna sektorinum seinastu tvær vikurnar. Hann hevur boðað frá, at hann fer at nokta at skriva undir, so leingi sum eingir pengar verða játtaðir til ætlaða múrin til Mexico. Donald Trump, forseti, hevur sett sær fyri at forða fremmandum at koma til USA, men demokratarnir hava boðað frá, at teir ikki vilja nýta milliardir av dollarum til tað. Eftirnavnið ber boð um eina serliga søgu hjá Henriki Old. Í hesi samrøðuni greiðir Henrik frá sínum buldraliga uppruna, ið fekk avgerandi ávirkan á hansara lív. Vit hoyra eisini um ungdómsár og virknu árini á sjónum og í politikki. Henrik Old er bæði bráður og bersøgin, og 2018 hevur verið rættiliga baldrugt fyri hansara viðkomandi. Hann dugir væl at taka til, og hann viðgongur, at hann víkur frá hinum fólkavaldu politikarunum, helst tí eingir sjómenn eru politikarar longur. Aðrir gestir Eirikur Lindenskov, blaðstjóri Sosialurin, Heini Gaard, tiðindaleiðari KvF, Petur Jacobsen, nevndarformaður R7 og Niklái Nysted, stjóri Porta.fo. Fyri fyrstu ferð eru Føroyar umboðaðar í U16 flogbólti, sum er yngsti árgangur, sum føroyskur flogbóltur nakrantíð hevur kappast í. Forkvinnurnar í tingbólkunum hjá samgonguni fara at tosa saman um møguligt nevndarval, nú Kristin Michelsen er koyrdur úr tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum. Tá vóru 20 fólk í valbólkinum hjá samgonguni, tí Nýtt sjálvstýri, sum flokkurin kallaðist tá, var við, og Annika Olsen var ikki farin úr í Framsókn. Nú eru 15 fólk eftir í samgonguni, men nú hevur Tjóðveldi sjey tinglimir og Javnaðarflokkurin, sum byrjaði við átta, hevur nú seks. Á valinum 1.september í 2015 fekk Javnaðarflokkurin 8.093 atkvøður, og hann er framvegis størri enn Tjóðveldi, eftir at Sonja Jógvansdóttur við sínum 1.021 atkvøðum og Kristin Michelsen við 302 eru farin úr samgonguni. Tá Henrik Old fór frá sum landsstýrismaður, ljóðaði, at Tjóðveldi vildi hava landsstýrisfólkið í samferðslumálum, men tað gjørdist ein javnaðarmaður. Telvingin um teir 45 nevndarsessirnar verður torfør, tí tað veldst um, hvussu stórir valbólkarnir eru, hvussu nógvar nevndarsessir, teir fáa. Snorri greiðir frá, at tað ikki var nógv ið skilti teir, men av tí at hvørgin tók stig til semju, so vaks knúturin, og at støðan gjørdist fastlæst. Men ein dreymur og ein komandi hátíðardagur í familjuni høvdu við sær, at Snorri tók dik á seg, og skrivaði til vinmannin við einum endamálið at hittast og fáa ósemjuna ruddaða av vegnum. Hesi verða stuðlað Astrið Nanly Breckmann Bólkur 3 Fimleikur 50.000 krónur Rebekka Ingadóttir Rein Bólkur 3 Fimleikur 50.000 krónur Kastarakvinnur Bólkur 3 Frælsur ítróttur 50.000 krónur Tórur Mortensen Bólkur 2 Frælsur ítróttur 136.000 krónur 15 úrvalssvimjarar Bólkur 3 Svimjing 50.000 krónur Óli Mortensen Bólkur 2 Svimjing 163.367 krónur Signhild D. Joensen Bólkur 2 Svimjing 189.000 krónur Alvi Hjelm Bólkur 2 Svimjing 140.386 krónur Vár E. Eidesgaard Bólkur 2 Svimjing 124.000 krónur Rókur Trygvason Bólkur 2 Svimjing 59.000 krónur Torkil Weyhe Bólkur 2 Súkkling 117.000 krónur Hávard Vatnhamar Bólkur 2 Triathlon 156.000 krónur. Ítróttafólk ella lið sum hava rokkið ella kunnu røkka topp 5 í NM ella 3 í NJM, ella í samsvarandi kapping í styrki. Úrval stuðlar 2. bólki fíggjarliga. Katrin Petersen, næstforkvinna, journalistur, Sandur Ragnar Joensen, stjórnmálafrøðingur, Klaksvík Theodor Eli Dam Olsen, prestur, Hoyvík Gunvá við Keldu, grafonom, Klaksvík Jóhan Petersen, skipsverkfrøðingur, Glyvrar Beinta Løwe, journalistur, starvsfólkaumboð, Tórshavn Varalimir Dorit Hansen, ritstjóri, Hoyvík fyri Elina Winther Poulsen Beinta Gregersen, samfelagsfrøðingur, Klaksvík fyri Katrina Petersen Hanus Toftheyggj, BA í alm. fyrisiting, MA í løgfrøði, Hvalba fyri Ragnar Joensen Annika Eidesgaard, lærari, Tvøroyri fyri Theodor Eli Dam Olsen Ólavur í Geil, BA hons Events Management, Tórshavn fyri Gunvá við Keldu Otto Gram, lærari, Tvøroyri fyri Jóhan Petersen Carsten M. Arnskov, tøkningur, starvsfólkaumboð, Tórshavn fyri Beintu Løwe Tað eru 7 limir og varalimir í kringvarpsstýrinum. Av hesum hava politisku flokkarnir í Løgtinginum tilmælt 4, landsstýriskvinnan hevur valt 2 meðan 1 er starvsfólkaumboð. Tað eru 7 limir og varalimir í kringvarpsstýrinum. Av hesum hava politisku flokkarnir í Løgtinginum tilmælt 4, landsstýriskvinnan hevur valt 2 meðan 1 er starvsfólkaumboð. 2018 var tað fyrsta í hálvtrýss ár, at eingin doyði í ferðsluni. Tað er gleðiligt, men politikarar og myndugleikar mugu áhaldandi arbeiða saman fyri at tryggja, at eingin doyr á vegunum. Tað sigur Jón Kragesteen, fyrrverandi stjóri á Ráðnum fyri ferðslutrygd, ið var við til at fáa føroyingar at taka NULL hugsjónina til sín. Hetta vikuskiftið hevur Føroya symfoniorkestur árligu nýggjárskonsertir sínar. Tað er stór løta hjá orkestrinum, og krevur drúgva fyrireiking bæði hjá dirigentinum og nýggja stýrinum, sum Føroya Symfoniorkestur hevur fingið. Ítróttasamband Føroya lat í dag tólv ítróttafólkum stuðul. Tann yngsta er 15 ára gamla Rebekka Rein, ið er fimleikari. Hon er á danska landsliðnum, og hevur sett sær fyri at gerast tann besta í ríkinum. Í høllini á Hálsi í Havn er EM kapping fyri U16 landslið hjá gentum í flogbólti. Seks lið kappast í tveimum bólkum. Føroyska U16 landsliðið hevur longu spælt ein dyst í dag og skal spæla aftur klokkan hálvgum átta. Kristin Michelsen hevur nógv ta størstu fráveruna í Løgtinginum, og tríggir suðuroyartingmenn eru millum tey fýra, sum hava ringastu uppmøtingina til tingfundir. Tað vísir eitt yvirlit, sum Sosialurin hevur gjørt. Bólkurin Mark the Messenger fer at spæla um vikuskiftið. Hóskvøldið spældi bólkurin í Sirkus í Havn, og leygarkvøldið gongur leiðin til Syðrugøtu, har bólkurin fer at hava konsert í Tøting. Teir, ið manna bólkin, eru Rasmus Vigant Samuelsen sang og tangentar, Eyðun Ranason Nolsøe gittar, Bergur Fonsdal Johannesen bass og Tórður Dam Jacobsen trummur. Vinnarin av Stella Polaris Cement kappingini í fjør, Fróði Bjarnason, fer eisini at syngja á konsertini. Tveir av limunum í Mark the Messenger, Rasmus og Tórður, fara at spæla saman við honum, umframt Robert Bjarnason og Árna Jóhanneson. Leggjast kann afturat, at Mark the Messenger gjørdist nummar tvey í kappingini og hetta vilja limirnir í bólkinum treyðugt tosa um. Hoyr prát við tónleikararnar umframt eitt lag, sum teir spæla Live í sendingini. Finnur Hansen hjálpti til við ljóðinum Ingi Sørensen hevur í nógv ár verið frítíðarkavari og fotografur. Tað byrjaði á tann hátt, at nakrir útlendskir fotografar komu til Føroya fyri 16 árum síðani at taka myndir í sjónum kring Føroyar. Ingi hevði tá til uppgávu at vísa teimum, hvar teir kundu fáa góðar myndir. Hetta vakti áhugan hjá Inga, sum síðani hevur tikið túsundtals myndir bæði undir og yvir vatnsskorpuni. Ingi sigur seg ikki hava nakað fínt og dýrt kamera tað er ikki tað, tað snýr seg um, heldur hann. Tað ræður heldur um at fanga løtuna og finna so góð motiv sum gjørligt. Hvalspýggj og sjónutur eru serliga góðar at taka myndir av, tí tey eru so litføgur. Men tað hendir seg onkuntíð, at Ingi eisini er so heppin at fáa góð skot av onkrari havtasku ella kanska einum toski men so skal man vera kvikur. Ingi heldur lítið um, at alt sjóøkið kring Føroyar skal brúkast til aling, tí tað fer so illa við náttúruni. Mangastastaðni er taraskógurin oyddur av tí sama, eitt nú í Vestmannasundi og í Trongisvágsfirði. Ingi heldur, at vit skulu varðveita náttúruna og droymir um, at eitt frítíðarkavarafelag verður sett á stovn tí, sum hann sigur, so er góður møguleiki í eini slíkari vinnu í Føroyum. Hendan útgávan av samrøðuni til heimasíðuna er longri enn útgávan, sum varð send í Vikuskifti. Hoyr samrøðuna her Stýrið hevur yvirskipaðu ábyrgdina av, at ásetingarnar í kringvarpslógini og øðrum fyriskipanum um virksemi Kringvarpsins verða fylgdar. Miðal kommunuskattaprosentið í føroysku kommununum í 2019 er 20.19 prosent. Tað er ein lítil lækking í mun til miðal skattaprosentið í fjør, tá tað var 20.24 prosent. Kommunurnar við lægsta skattaprosentinum í ár, eru Fugloyar og Skúvoyar kommunur, við 16 prosentum og Fámjins kommuna við 17 prosentum. Fugloyar kommuna hevur eisini hægsta barnafrádrátt í ár hann er 10.000 krónur. Vágs kommuna hevur lægsta barnafrádrátt í Vági er barnafrádrátturin 4500 krónur. Skatturin er lækkaður í Skopun, á Tvøroyri, í Hvalba og í Fámjin. Størsta lækkingin var í Fámjin, har skattaprosentið fór úr 19 niður í 17 prosent. Barnafrádrátturin stendur eisini í stað í flestu støðum. Eingin kommuna hevur lækka barnafrádráttin, men í Húsavík, Runavík og í Skálavík er hann hækkaður í ár í mun til í fjør. Størsta hækkingin var í Runavíkar kommunu, har barnafrádrátturin hækkaði 1500 krónur, úr 6500 krónum upp í 8000 krónur. Føroysku U16 genturnar í flogbóti taptu móti Danmark í EM undankappingini í gjárkvøldið. Danmark vann dystin 3 0. Settúrslitini vórðu 25 12, 25 15 og 25 23. Felagið hevur skrivligt loyvi frá Fiskimálaráðnum at landa svartkjaftin í Fuglafirði, hóast menningarkvotan í fjør varð latin skipinum og virkinum í Miðvági, sigur Árni K. Dalsgaard, nevndarformaður í Kinnfelli og skipari á Katrinu Jóhonnu. Eitt partafelag, sum eigur skip, og Snarfrost í Miðvági fingu í fjør menningarkvotu, 14.000 tons av uppsjóvarfiski um árið í fýra ár. Túrarnar fríggjadag kl.16.00 av Tvøroyri og kl.18.30 av Havnini og sunnukvøld kl.17.30 av Tvøroyri og kl.20.00 av Havnini hava bilar og ferðafólk framíhjárætt sambært nýggju ferðaætlanini hjá Smyrli. Økjandi farmaflutningingurin økir trýstið á trygdina, so enn einaferð verður gjørt vart við verandi farmaflutningsreglur, sum verða gjørdar meira ítøkiligar á Krambatanga. Konsertin í ár var enn betri enn hon í fjør, men tað haldi eg á hvørjum ári, sigur Sigurd, sum hevur verið til nógvar av teimum seinastu nýggjárskonsertunum, og hann leggur afturat, at tað er sum at fara til landsdyst, tá tú fert til hesa konsertina, tí spenningur og stemningur er í topp, og hjartað dukar. Brøvini eru frá einari mammu, sum er bangin fyri, at hon heldur ov fast í 16 ára gamla soninum, og frá einari kvinnu, sum er hørm um, at arbeiðsplássið er so klikut. Eisini er morgungesturin, Ragnar A. Jacobsen, Also panelið og kappingin Tann loyniligi gesturin á skránni í fyrra parti av sendingini. Elin Michelsen og Eyðfinn Jensen eru vertir. DNO hevur fyrr bjóðað 610 milliónir pund fyri felagið, tað eru góðar 5 milliardir krónur, men stjórnin í Faroe Petroleum metir tað boðið verða ov lágt og at tað undirmetur virðið av norðsjóvarvirkseminum hjá Faroe Petroleum. DNO keypir ognarlutin hjá smærri eigarum í Faroe Petroleum og eygleiðarar siga, at ætlanin hjá DNO er at fáa meirlutan í felagnum, so teir fáa atgongd til virksemi hjá Faroe Petroleum í Norðsjónum. DNO hevur mest virksemi í Miðeystri í løtuni. Um vikuskiftið spældi Føroya Symfoniorkestur tvær nýggjárskonsertir, sum báðar vóru fullum hølum. Ein av tónleikarunum, sum spældi við, er Andras Spang Olsen, sum býr í Keypmannahavn, har hann livir av sínum tónleiki. Vit hava hitt Andras Spang Olsen til eitt prát um symfoniorkestrið, tað at liva av sínum tónleiki og ikki minst, hvønn týdning musikskúlin hevur havt fyri hansara lívsleið sum tónleikari. Hoyr samrøðuna her. Myndina hevur Hjalmar Jóhan Júul, sum hevur Juul s Foto, tikið. Føroysku U16 genturnar í flogbólti vunnu í dag 3 1 á Íslandi í fjórðingsfinalu í EM undankappingini, sum verður spæld í Havn um vikuskiftið. Líkamikið hvussu úrslitini hjá føroysku gentunum verður í hálvfinaluni, so hava tær tryggja sær luttøku til annað umfar í kappingini um at sleppa við til EM endaspælið. Tað hava tær, tí frammanundan var ásett, at øll liðini, sum komu í hálvfinaluna sleppa víðari. Stórur partur av almenna geiranum í USA er enn afturlatin, og Donald Trump forseti sigur, at hetta kann halda fram í mánaðar ella ár, um hann ikki fær pengar frá kongressini at byggja múr á markinum millum USA og Mexico. Almenna skipanin, sum syrgir fyri at fátækastu amerikanararnir fáa mat á borðið, hevur skjótt ikki fleiri pengar, og skatta endurgjald, sum vanliga kemur í apríl mánaða, má eisini útsetast, tí skattamyndugleikin manglar starvsfólk. 62 prosent av teimum spurdu vilja ikki broyta viðurskiftini, meðan 26 prosent vilja hava eina fólkaatkvøðu um danska limaskapin í ES. Og um ein fólkaatkvøða hevði verið hildin, so høvdu 62 prosent atkvøtt fyri at verða verandi í ES, og 22 prosent fyri ar fara úr samveldinum. Undan bretsku fólkaatkvøðuni um brexit í 2016, svaraði næstan triðihvør dani, at Danmark átti at gjørt tað sama, meðan næstan helvtin vildi verða verandi í ES hini høvdu onga støðu. Og hann hevur eisini bitið merki í, atstóru ES flokkartnir, Vinstri og Javnaðarflokkurin fáa næstan 100 prosent undirtøku í málinum frá sínum veljarum. Fólkini frá europeiska miðbankanum skulu tryggja at bankin virkar sum hann skal, og europeiski miðbankin skal fáa upplýsingar um støðuna í bankanum. Europeiski miðbankin tók avgerðina um at leggja uppí, og at seta eina seksmannanevnd at stjórna bankanum, eftir at stýrið í bankanum legði frá sær, eftir at tað ikki eydnaðist at fáa fleiri pengar til vega. Hetta er fyrstu ferð at miðbankin tekur ræðið í einum banka, eftir at reglurnar vórðu broyttar í 2014, so tað gjørdist ein møguleiki. Banka Carige er tíggindistørsti bankin í Italia, men verður mettur so mikið týdningarmikil fyri bankakervið, at hann má virka til fulnar. Reuters skrivar, at Bank Carige hevur mist 12,7 milliardir krónur síðani í 2014, serliga av vánaligum útlánum, sum leiðslan hevur ábyrgdina av. Í 2016 noyddist italska stjórnin at bjarga einum øðrum banka, og tað er ikki óvist at tað eisini verður neyðugt at gera við hendan bankan, um tað ikki eydnast at fáa nóg mikið av peningi til vega, stendur í boðunum frá europeiska miðbankanum. Hóast tað ikki fer at hava stórvegis broytingar við sær, so verður mett, at serliga amerikanska stigið hevur týdning, tí USA var við til at stovna UNESCO eftir seinna heimsbardaga. Longu í oktober í 2017 boðai amerikanski forsetin frá, at USA fór at taka seg úr nevndini, og stutt eftir boðaði ísraelski forsætisráðharrin frá tí sama. ST sendiharrin hjá Ísrael, Danny Danon, sigur, at landið ikki vil vera partur av eini nevnd, hvørs limir bert tykjast at hava til endamáls at sverta Ísrael. Stovnurin virkar eisini fyri at betra um útbúgvingarmøguleikarnar hjá gentum, kunna um tað sum hendi undir seinna heimsbardaga og at verja talufrælsið. Fíggjarliga fær avgerðin ikki stórvegis týdning, tí longu í 2011 góvust tey at rinda til stovnin, eftir at palestinar fingu limaskap í UNESCO. USA hevur einaferð fyrr tikið seg úr UNESCO, tað var í 1984, tá táverandi forsetin, Ronald Reagan, segði, at UNESCO varð nýtt til at fremja sovjettisk áhugamál kring heimin. Vøllurin við djúpumýru verður klárur til føroysku landskappingina, sum byrjar í mars, men treytirnar til UEFA cup dystir eru strangari. Ætlanin er at heimadystirnir hjá KÍ í framtíðini vera í Klaksvík, men økið kring vøllin er ikki klárt enn, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ. Tað er alt ov dýrt at tryggja fiskimenn. Tað sigur formaðurin í Fiskimannafelagnum, Jan Højgaard, sum fer at virka fyri, at fiskimenn fáa betri sømdir. At fíggja eldraøkið er størsta avbjóðingin hjá kommununum, tí seinastu árini hevur landið støðugt máað av pengunum sum kommunurnar fáa til eldraøkið. Tað hevur við sær, at kommunurnar mugu nýta sín egna skatt til at fíggja eldraøkið, og tað var ongantíð ætlanin, sigur Dennis Holm, formaður í Kommunufelag Føroya, sum heldur fram sum formaður í felagnum í tvey ár aftrat. Formaðurin og næstformaðurin í Kommunufelagnum standa fyri vali annaðhvørt ár. Stýrið samtykti einmælt, at Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs kommunu skal halda fram sum formaður til 1. januar í 2021 og Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu skal halda fram sum næstformaður í Kommunufelag Føroya. Tað sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, eftir at formaðurin í Kommunufelag Føroya, Dennis Holm, fyrr í dag segði, at máað verður alla tíðina burturav pengunum sum kommunurnar fáa fyri at umsita eldraøkið. Hesum tekur Kristina Háfoss, ikki undir við. Føroyska U16 landsliðið í kvinnuflogbólti tapti í dystinum um triðjaplássið móti Svøríki í EM undankapping, sum hevur verið á Hálsi um vikuskifti. At byrja við vóru Sviar við yvirlutan, men føroysku genturnar Føroysku genturnar góvu svenska liðnum skarpan gang, og vóru einaferð á odda 21 17 í triðja setti. Størsta avbjóðingin hevur verið at spæla móti leikarum, sum eru væl størri enn tær føroysku, sigur Malan Maria í Haraldsstovu Weihe, liðskipari á føroyska liðnum. At flogbóltsleikarar sleppa at royna seg á so ungum aldri í altjóða kapping fer uttan iva at betra um støði í føroyskum flogbólti, heldur Magnus Tausen. Filmurin um lívið hjá Freddie Mercury og bólkinum Queen var kostin besti filmur og Rami Malek, ið spælir Freddie Mercury, vann heiðurin fyri besta høvuðsleiklut hjá monnum. Svart hvíti meksikanski filmurin Roma varð kostin besti útlendski filmur, og leikstjórin Alfonso Cuarón vann heiðurin sum besti leikstjóri. Netflix hevur áður vunnið gull og heiður fyri røðir sínar, men ikki fyri film. Nógv kjak hevur verið seinnu árini um leiklutin hjá stroymingtænastum í filmsvinnuni, millum annað um filmar, ið ongantíð hava verið vístir á stórum biografskíggja, skulu teljast við á stóru filmsfestivalunum. Við heiðrinum á Golden Globe handanini í nátt er Roma stórfavorittur til at gerast fyrsti Netflix filmur nakrantíð at vinna eina Oscar virðisløn í februar. Tað sigur felagið Heimafriður, sum hevur fingið dulnevndar klagur um gang frá skipum, og hevur sent klagurnar víðari til avvarðandi myndugleikar og kommunur. Nevndin í Heimafriði hevur skipað seg. Trina Eysturoy er forkvinna, Theodor E. Johannesen er næstformaður og Sylvia Thomsen er kassameistari og skrivari. Tann, sum brýtur ásetingarnar um rúsdrekka í rúsdrekkalógini, kann fáa upp í fýra mánaða fongsulsrevsing, í ringasta føri upp í eitt ár. Revsingin kann, sambært lógini, herðast upp í fongsul í eitt ár, um lógarbrotið er framt tilvitað ella av grovum ósketni, ella um talan er um endurtakandi brot. Tað merkir, at politiið kann avgreiða mál við sektaruppskoti og á tann hátt sleppa undan at fara í rættin við hvørjum einstøkum broti. Hernaðarlig kvettroynd hevur verið í afrikanska landinum Gabon í nátt. Sambært BBC tók herurin í nátt ræði í landinum og á útvarpsstøðum, sum í nátt kl 4 sendi fráboðanir út til fólk um kvettroyndina. Sama familja hevur sitið á valdinum í afrikanska landinum í hálva øld. Ali Bongo, gjørdist forseti í 2009, men hevur verið uttanlands í tveir mánaðir. Sambært óváttaðum tíðindunum, orsaka av einum hjartatilburði. Sum skilst hevur hann verið innlagdur á sjúkrahús í Marokko síðani í oktober. Enn er ógreitt í hvønn mun kvettroyndin er eydnast og hvørjar orsøkirnar eru. Sambært BBC er kvettroyndin ein roynd at fáa fólkaræði í landinum. Fleiri sjónarváttar boðað í morgum frá, at herurin og hernaðarlig útgerð er at síggja í gøtunum í høvuðsstaðnum Libreville. Jóannes Dalsgarð í Havn f. 1939 hevur búð í Havn, Sandavági og á Argjum. Hann er sonur Ólav Dalsgarð av Velbastað og Dinnu f. Gudmundsen úr Sandavági, sum bygdu á Argjum í 1948. Tá var Jóannes longu farin vestur til Sandavágs at vera hjá ommuni og abbanum. Har var hann, til hann var fermdur. Í Havn fekk Jóannes lærupláss hjá Valdemar Lutzen í Vágsbotni. Hann kom upp í ta virknu Ungmannadeildina hjá Losjuni sum ein av fyriskiparunum. Var eisini millum teir fyrstu í hondbóltsfelagnum Kyndli, har hann vann nógv meistaraskap. Í nógv ár var hann formaður felagsins. Ein meiriluti av bretum vil hava eina fólkaatkvøðu afturat um Brexit. Tað bendir ein stór veljarakanning á, sum kanningarfyritøkan YouGov hevur gjørt. Stórur munur er á veljarunum hjá teimum konservativu og teimum hjá labour. Fleiri konservativir veljarar taka undir við Brexit og vilja ikki hava nýggja fólkaatkvøðu. Hjá Labour vilja 75 prosent av veljarunum hava nýggja fólkaatkvøðu. Tað fær avleiðingar fyri bretska fólkaræðið og bretska búskapin, um ikki viljin hjá fólkinum sambært fólkaatkvøðuni í 2016, verður framdur, skrivar forsætisráðharrin sjálv í blaðnum Mail on Sunday. Fleiri, sum tóku undir við fólkaatkvøðuni í 2016, og sum atkvøddu fyri at seta í verk grein 50 um at fara úr ES, ætla nú at steðga Brexit við eini nýggjari fólkaatkvøðu. Onnur vilja so fegin hava eina lýtaleysa avtalu við ES, at tey vilja offra eina góða avtalu fyri eina, sum ikki er realistisk, skrivar hon. Men nú er tað farin tíð, tí nýtt fólk skal taka við sum leiðari á Gjáargarði í 2019, og tí hevur Eirik Suni Danielsen havt sín seinasta arbeiðsdag á Gjáargarði. Tað er ein løgin kensla. Gjáargarður hevur fylt ómetaliga nógv øll hesi árini, og tað hevur ikki verið óvanligt at havt ein árbeiðsdag upp á 18 tímar, sigur Eirik Suni Danielsen. Í fyrstu syftu ætli eg mær at halda frí í eitt hálvt ár. Og so kann eg halda summarfrí sum flest onnur fyri fyrstu ferð í 15 ár, heldur Eirik Suni Danielsen skemtiliga fyri. Í morgunsendingini fortaldi hann um upplivingar á Gjáargarði og í føroyskari ferðavinnu hesi 15 árini, hann hevur arbeitt á kenda gistingarhúsinum við Gjógv. Hóast tað bara eru trý ár síðani, at hann fór undir at íðka paratriathlon, hevur hann longu vunnið seg fram á 16. pláss í heiminum. Landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Heðin Mortensen, hevur sett Árant Andriasson í starv sum stjóra á Landsverki, til nýggjur landsverkfrøðingur er settur og tekur við starvinum. Tann 19. desember boðaði samferðslumálaráðið annars frá , at táverandi stjórin á Landsverki, Ewald Kjølbro, fór frá sum stjóri eftir málið um byggingina av Marknagilsdeplinum. Í tí sambandi boðaði landsstýrismaðurin frá bygnaðarbroytingum í leiðsluni á Landsverki. Eitt nú skuldi leiðslan býtast í tríggjar deildir við trimum nýggjum leiðarum, sum allir vístu beinleiðis til samferðslumálaráðið. Sambært tíðindaskrivinum, sum kom fyri løtu síðani, er hetta tó broytt enn eina ferð. Framhaldandi verður bygnaðurin á Landsverki, sum hann var undir undanfarna stjóra. Setti stjórin hevur sambært Samferðslumálaráðnum evstu ábyrgd av, at øll verklagsarbeiði hjá landinum verða væl frágingin, av fíggjarstýring, og at játtanir verða hildnar. Hóast Mentamálaráðið sigur, at arbeiðið verður skipað øðrvísi, og at eftirlitið við Landsverki verður hert, so er talan um sama leist, sum tá verkætlanin fór av sporinum, sigur Jacob Vestergaard, tingmaður fyri Fólkaflokkin og limur í Fíggjarnevndini hjá løgtinignum. Landsverk skal halda fram sum byggiharri í Marknagili. Poul Gert Hansen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum, segði við útvarpið fríggjadagin, at arbeiðið verður skipað øðrvísi frameftir, og at eftirlitið við Landsverk verður hert, nú arbeiðið við at gera skúlan lidnan verður tikið uppaftur. Jacob Vestergaard, tingmaður, sær einki nýtt undir sólini við hesum leistinum, og hann vil hava nýggja serfrøði at taka um enda og gera skúlan lidnan, uttan at Landsverk er partur av arbeiðnum Nú er ov seint at fáa uttanhýsis ráðgevar at kanna byggingina av skúlanum í Marknagili. Tað sigur uttanflokkatingkvinnan, Sonja Jógvansdóttir. Hon segði annars í 2016, at arbeiðið við skúlabyggingini í Marknagili burdi steðgast, til ein uttanvelta meting varð gjørd av verkætlanini. Undir orðaskiftinum um misálit á Rigmor Dam stutt fyri jól í fjør, fanst Sonja Jógvansdóttir hvassliga at landsstýriskvinnuni fyri ikki at hava lurtað í 2016. Men nú so lítið manglar í at gera skúlan lidnan, gevur tað ikki meining at fáa uttanhýsis ráðgevar at kanna verkætlanina, sigur Sonja Jógvansdóttir. Sambært lógini kann landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum í mesta lagi lata 8,5 prosent av føroysku kvotuni av ymsu fiskasløgunum til vinnuligar menningarætlanir kring landið. Menningarkvoturnar í fjør vóru 41.912 tons av svartkjafti, 8.749 tons av makreli og 7.510 tons av norðhavssild, 58.171 tons í alt. Sambært lógini um sjófeingi kann menningarkvota latast til menningarætlanir, sum kunnu stuðla undir virðisøking av sjófeingi í ávísum øki í landinum, har atgongd til sjófeingi er avmarkað, ella arbeiðsloysið er stórt, samanborið við onnur øki í landinum, ella øki við støðugt minkandi fólkatali. Tað sigur Heðin Mortensen, landsstýrismaður, sum eftir mikið fakfelagsligt rumbul hevur slept sínum bygnaðarbroytingum á Landsverki. Í dag var nýggjur fyribilsstjóri settur á Landsverki, eftir at fyrrverandi stjórin, Ewald Kjølbro, í desember fór frá eftir málið um skúladepilin í Marknagili. Samstundis, sum at Samferðslumálaráðið fyrr í dag boðaði frá, at Árant Andriasson verður fyribilsstjóri, varð eisini boðað frá, at ætlaðu bygnaðarbroytingarnar, sum nýggi landsstýrismaðurin í samferðslumálum fyri stuttum kunngjørdi, ikki verða framdar kortini. Tað var tann 21. desember, at Heðin Mortensen, landsstýrismaður, sjálvur broytti bygnaðin á Landsverki frá fýra til tríggjar deildir. Millum annað hetta fekk Akademikarafelagið til at kæra landsstýrismannin fyrst til løgmann og síðani til Løgtingsins Umboðsmann. Nú hyggja vit frameftir, og tí er tað, at vit skulu fara aftur til upprunan. Men tað merkir ikki, at einki kann broytast og umskipast, og tað skal nú gerast saman við fyribilsstjóranum, sigur Heðin Mortensen. Vit frætta frá Frankie Jensen, fyriskipara av venjarakappingini, somuleiðis kunnu vit staðfesta at Semir Hadzibulic spælir ikki við KÍ í ár. Hóast hann hevur sáttmála í tvey ár afturat, so gera persónlig viðurskiftir, at hann ikki fær spælt í Føroyum. Hetta boðaði Samferðslumálaráðið frá beint fyri middag, og í stuttu fráboðanini stendur eisini, at tann umstríddi bygnaðurin á Landsverki, skal vera, sum hann var undir undanfarna stjóra. Heðin Mortensen, landsstýrismaður broytti sjálvur bygnaðin frá fýra til tríggjar deildir, og millum annað hetta fekk Akademikarafelagið til at kæra landsstýrismannin fyrst til løgmann og síðani til Løgtingsins Umboðsmann. Vit spurdu nýggja fyribilsstjóran, Árant Andriasson, hvat tað merkir fyri umstríddu broytingarnar, at bygnaðurin nú skal vera óbroyttur. Tað er ein serlig avbjóðing at fáa fólk í tryggum og væl løntum størvum at bjóða seg fram, siga Bárður á Steig Nielsen í Sambandsflokkinum og Ruth Vang í Framsókn. Lýsarar hava størri áhuga fyri at lýsa i bløðum, sum koma nakrar fáar ferðir um árið, enn í pappírsbløðum, sum koma eina ferð um vikuna. Avlopið er, sambært vektarseðlunum hjá Vørn, 3.641 tons av makreli, 3.015 tons av norðhavssild og 41.562 tons av svartkjafti. 58.171 tons vórðu latin í menningarkvotum í fjør, og eftir eru 48.218 tons. Í fjør vórðu latnar tríggjar menningarkvotur í fýra ár og ein í tvey ár. Tey, sum fingu tær, kunnu halda fram at fiska í ár. Men tey, sum bara fingu menningarkvotu í eitt ár, fyri 2018, kunnu fyribils ikki fiska av teimum. Andstøðuflokkarnir og Kristin Michelsen, sum tá var við í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum, løgdu fram uppskot um berghol til Fámjins. Tað var 3.oktober. Onnur gomul mál eru á skránni hjá Fíggjarnevndini hósdagin, so sum varskógvaraskipanin, barnaheimið, skattafría útgjaldið úr Samhaldsfasta, tað málið fór aftur í nevnd, tá onnur viðgerð var 5.desember, og landsroknskapurin fyri 2017. . Um landsstýrið heldur, at brúk er fyri vanligum íbúðum til eldri fólk, sum verandi bústaðarmarknaður ikki megnar at útvega, eiga Bústaðir at útvega teir, heldur enn at fáa fleiri nýggjar almennar aktørar at byggja vanlig býli. Lógarbroyting sum hendan ger tað eisini uppaftur minni lokkandi hjá privatum at bjóða seg fram á einum marknaði, sum stór almenn feløg uttan krav um avkast av íløgunum og við stórum pengakassa í rygginum seta sín dám á, heldur Arbeiðsgevarafelagið. Sambært dóminum, verður Mentamálaráðið dømt at viðurkenna, at fólkaskúlarnir í Hósvík og Hvalvík verða skipaðir soleiðis, at skúlarnir hava hvør sína sjálvstøðugu leiðslu og skúlastýri, og at undirvísingin umfatar 1. 3. flokk. Nýggi skúlabygnaðurin hjá kommununi varð 9. juli 2015 endaliga góðkendur av Mentamálaráðnum. Men seinni varð góðkenningin tikin aftur. Sunda kommuna góðtók ikki hetta og valdi tí at stevna Mentamálaráðnum og hevur í dag fingið viðhald. Skúlarnir í Hósvík og Hvalvík hava sostatt innskúling við 1. til 3. flokki, meðan Skúlin við Streymin hevur 1. til 10. flokk. Byggingin av nýggjum skúla við ítróttarhøll Við Streymin er í samsvari við skúlabygnaðin, sum varð góðkendur í 2015. Meðan borgarstjórin var í feriu, samtykti meirlutin í býráðnum, at Kristin Michelsen skal velja, um hann vil sita í borgarstjórasessinum, ella um hann vil sita á løtingi. Men hóast meirlutin í síðstu viku heitti á borgarstjóran um at seta sína avgerð á skrá fyri fundin, so er tað ikki gjørt. Tað sæst á almennu fundarskránni á heimasíðuni hjá Tvøroyrar Býráði. Miðað verður eftir, at nýtt sendifólk til sendistovuna í Keypmannahavn verður tilnevnt seinna hálvár í 2019. Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður í svari til Edmund Joensen, tingmann. Hann spurdi eisini fyri hálvumøðrum ári síðani, tí skeiðið hjá sendimanninum var úti í 2016, og tá varð avgjørt ikki at seta nýtt sendifólk, tí sendistovurnar skuldu eftirmetast. Alla hesa tíðina hevur sendimaðurin í Keypmannahavn búð í Føroyum og arbeitt fyri Uttanríkis og vinnumálaráðið, og hevur so eftir tørvi ferðast til sendistovuna í Keypmannahavn. Aksel V. Johannesen, løgmaður svarar, at sendimaðurin varð tikin heim í eina tíð fyri at styrkja um arbeiðið at raðfesta okkara marknaðarviðurskifti við Japan, Suðurkorea og Kina. Og harumframt hevur hann so í samstarvi við starvsfólkini á sendistovuni í Keypmannahavn havt ábyrgdina av at reka sendistovuna har. Løgmaður sigur, at hetta hevur hóskað væl, tí japanskir, kinesiskir og koreanskir myndugleikar brúka sendistovur sínar í Keypmannahavn sum bindilið við føroysku myndugleikarnar. Men miðað verður altso eftir, at nýtt sendifólk verður tilnevnt seinna hálvár 2019, sigur løgmaður í svarinum til Edmund Joensen, tingmann. Á fyrsta sinni, síðani amerikanski og kinesiski forsetin í desember samdust um at binda frið í 90 dagar í handilskrígnum, hittast umboð fyri londini í Bejing hesa vikuna fyri at royna at finna saman aftur. Donald Trump, forseti segði í gjár, at handilstingingarnar við Kina ganga væl, og at veikleiki í kinesiska búskapinum hevur givið Bejing grund at royna at koma fram til eina avtalu. Lu Kang, sum er talsmaður í kinesiska Uttanríkisráðnum, sigur sambært Reuters, at bæði londini eru sinnað at arbeiða konstruktivt fyri at loysa fíggjarligu og handilsligu ósemjurnar. Tu Xinquan Shin kuan er handilsserfrøðingur við universitetið í Bejing. Hann heldur, at stundin nú er tann rætta at røkka eini avtalu. Vøksturin í kinesiska búskapinum minkar í stórum, og tað sama ger amerikanski partabrævamarknaðurin. Eg haldi, at báðir partar hava tørv á eini avtalu nú, sigur Tu við Reuters. Norðurkoreiski leiðarin, Kim Jong un, og kona hansara, Ri Sol ju, eru komin til kinesiska høvuðsstaðin, Beijing. Tey komu við toki seint í gjárkvøldið. Kim Jong un skal hitta kinesiska forsetan, Xi Jinping, og hildið verður, at eitt av evnunum á fundinum teirra millum er fundurin hjá Kim við Donald Trump. Har hava báðir partar hava sagt, at teir vilja hittast aftur, men hvørki dagur ella stað er avtalað. Í seinastu nýggjársrøðu síni segði norðurkoreiski leiðarin, at hann er til reiðar at hitta Trump, nær tað skal verða. Hann ávaraði samstundis forsetan ímóti at halda fram við handilstiltøkum móti Norðurkorea, skrivar Reuters. Frakland ætlar at herða revsingina fyri óboðaðar mótmælisgongur, sum aftursvar til mótmælini hjá Gulu vestunum, sum í summum førum eru endað við harðskapi. Vit mugu verja rættin at mótmæla í Fraklandi, og vit mugu revsa tey, sum bróta lógina, sigur hann við fronsku sjónvarpsrásin, TF1. Fráboðanin frá forsætisráðharranum kemur eftir enn ein ófriðarligan leygardag í París, har eldur varð settur á motorsúkklur, og vegir vórðu avbyrgdir við byrgingum, sum eldur var í. Gulu vestarnir mótmæla, at tað nú er dýrari at liva í Fraklandi og ímóti Emmanuel Macron, forseta, og tey endurspegla breiða misnøgd. Men mótmælini eru eisini harðnað. Philippe sigur, at stjórnin tekur undir við, at lógin verður dagførd, so at tey, sum ikki fráboða mótmælisgongur, verða revsað, og at ikki verður loyvt at fjala andlitið við grímum ella øðrum. Philippe sigur, at ófriðakropparnir hava órógvað og oyðilagt Paris og aðrar stórbýir. Tey, sum hava rænt og framt herverk í bankum, skulu sjálvi rinda fyri skaðarnar, sum tey hava gjørt. Leygardagin byrjaðu mótmælini hjá gulu vestunum friðarliga, men sum fráleið gjørdust tey harðari, og mótmælisfólk kastaðu lutir eftir løgregluni. Eitt løgreglufólk fekk løstir, tá ein súkkla varð kastað eftir honum úr erva, skrivar Reuters. Mótmælisfólkini nýta gula endurskin vestin sum teirra vørumerki. Í Fraklandi er krav, at slíkur vestur skal verða í øllum fronskum bilum. Ólóglig tilflyting var eitt av aðalmálunum hjá Trump undir valstríðnum til forsetavalið í 2016. Eftir at hann varð valdur hevur hann tvíhildið um, at múrur skal byggjast á markinum móti Meksiko. Í umleið tvær vikur hava fleiri almennir amerikanskir stovnar verið stongdir. Orsøkin er, at forsetin krevur fimm milliardir amerikanskar dollarar til at byggja múrin móti Meksiko. Men demokratarnir í kongressini siga nei. Hóast stóra mótstøðu frá kongressini, hevur Trump sagt, at hann møguliga fer at fráboða nationala kreppu fyri at fáa múrin móti Meksiko bygdan. Umsitingin hjá Trump heldur, at kreppustøða er við markið, eftir at 100.000 fólk í oktober og november sigst vera handtikin fyri at koma ólógliga inn í landið. Lýsir forsetin USA nationala kreppu, kann hann senda meiri arbeiðsmegi til at byggja múrin. Men hann noyðist framvegis at hava fimm milliardir amerikanskar dollarar til at fremja verkætlanina. Lógin heimilar forsetanum til at seta í verk hernaðarligar byggiverkætlanir við at brúka pening, sum longu er til taks í fíggjarlógini, men sambært AFP, er tað ikki vist, at múrurin kann kallast ein hernaðarlig konstruktión. Eisini er stórur parturin av lendinum framvið markinum millum USA og Meksiko privat ogn. Tað merkir, at lendið skal ognartakast, og slíkir handlar kunnu taka fleiri ár, skrivar AFP. George W. Bush nýtti hetta høvið eftir yvirgangsatsóknirnar 11. september 2001, til millum annað at økja um amerikonsku verjuna meira enn tað, sum varð játtað, og til at seta í verk nýggjar avhoyringarmátar, sum verða lýstar sum torturur. Barack Obama brúkti eisini henda møguleika í sambandi við svínakrímið í 2009 til at geva myndugleikum og sjúkrahúsum betri møguleika at seta snar tiltøk í verk í sambandi við umfarsóttir. Upptøkan er gjørd í 1977 og var grundarlag undir arbeiði við ritgerð í samband við próvnám á Fróðskaparsetri Føroya. Finnbogi Arge, sum tók prógv í norðurlendskum, serliga føroyskum máli, hitti Heðin Brú og tók upp samrøðu við hann. Heðin Brú verður mettur sum eitt av okkara mætastu prosaskaldum. Hann skrivaði serliga skaldsøgur og stuttsøgur. Harumframt týddi hann eisini ein hóp av bókmentum til føroyskt. Skaldsøgan Feðgar á ferð verður mett sum høvuðsverk hansara, og eitt av mest heilskapaðu og best eydnaðu prosaverkum í føroyskum bókmentum. Sumt av tí, sum rithøvundurin greiðir frá í samrøðuni, man vera nýtt og forvitnisligt hjá nógvum at hoyra. Hann greiðir ma.a. frá, at hvat skrivistílinum viðvíkur hevur hann fingið stóran íblástur frá amerikanska rithøvundinum Erskine Caldwell. Hann fortelur, at skaldsøgan Feðgar á ferð var honum einki ódnartak at skriva, hann hevði eitt hálvt ár ella so um hana. Vit fáa eisini at vita, at skaldið Mikkjal á Ryggi tók tað illa upp, at hann kendi seg aftur í skaldsøguni, høvundurin heldur, at Marius Johannesen, sum las skaldsøguna upp í útvarpinum, hevði grundleggjandi misskilt søguna, eisini rósar Heðin Brú høvundunum Hanus Andreasen, nú Kamban, og Magnus Dam Jacobsen, sum í 1977 eru ungir og nýggir. Tveir dagar fyri nýggjársaftan fór ársins seinasta leygardagssending í luftina. Tey trý, Halleluja Sofus Hansen, Katrin Kallsberg og Henrik Old, sum mannaðu eitt av fyrstu panelunum í Also, tá sendingin byrjaði fyri umleið seks árum síðan, mannaðu aftur panelið til hesa sendingina, og er tað fyrstu ferð at tey aftur eru saman í panelinum. Av tí sama vóru tey eisini gestir til kaffiprátið áðrenn Also. Seinni parturin av sendingini snúði seg mest um nýggjárið, sum stendur fyri durum. Ørvaroddar grilla ræst kjøt og vit vóru í Rúsdrekkasøluni og fingu ráð um, hvat kann drekkast til nýggjársmatin. Eisini vóru vit í býnum og spurdu fólk um nýggjárslyfti og so var Erling Fles, sálarfrøðingur í útvarpsstovuni og tosaði um tað evnið. Lurta eftir sendingini her. Heimasíðan hjá Philadelphia Union Academy , sum Darius Lewis hevur umboðað, skrivar, at hann skoraði 21 mál í teimum trimum árunum, har hann umboðaði tey í U17 og U19 fótbólti. KÍ hópurin er munandi broyttur samanborið við í fjør. Felagið hevur fingið fimm nýggjar spælarar í hópin, og fimm eru farnir úr hópinum. Kuba er bæði ein fyrimynd og ein ræðumynd. 8. januar vóru 60 ár eru liðin, síðan Castro tók valdið í Kuba eftir kollveltingina, sum hann millum annað framdi saman við Che Guevara og partisanunum. Tematýsdagurin í Nón viðger Kuba søguliga og samfelagsliga, og vit lýsa eisini millum annað tónleikin, salsadansin og byggilistina í litríka landinum. Sonne Smith og Tórbjørn Jacobsen lýsa søguna og samfelagið. Hvat elvdi til kubansku kollveltingina, og hvussu hevur hildnast nú seksti ár seinri. Ein av heimsins bestu telvarum var cubanin Jos Capaplanca. Og saman við Suna Merkistein, kringvarpsmanni og telvara, gera vit eina vangamynd av heimskenda telvaranum. Kubanski tónleikurin hevur við síni rót í vesturafrikanskum og europeiskum tónleiki havt sera stóra ávirkan á tónleik um allan heimin. Vit fara á ferð í kubanska tónleikauniversinum, saman við Rógva á Rógvu, trummusnillingi og tónleikalærara. So skjótt, tú hoyrir kubansku rútmurnar, er torført at standa still ella stillur. Og saman við Luisu Sofíu Eliasen, sum er fleirfaldaður danmarksmeistari í dansi, verður farið í salsadans. Hóast vit ofta seta Kuba í samband við eldri og meiri siðbundna bygningsmentan, telist Kuba eisini millum tey fyrstu latínamerikonsku londini, ið tóku modernismuna til sín, tá talan er um arkitektur. Saman við Roberti Thomassen, arkitekti, fara vit eina arkitektoniska rundferð í Cuba. Tematýsdagurin um Kuba kann hoyrast her. Tað sigur Fríbjartur Dahl Olsen, formaður í nýggja manningarfelagnum MFT, sum er fakfelag hjá teimum 32 monnunum, ið sigla við teimum sjey trolbátunum í flotanum. Formaðurin væntar ikki, at nýggja manningarfelagið fer at vaksa nógv, og felagið er ikki ætlað sum ein kappingarneyti hjá hinum manningarfeløgunum, sigur hann. Annfinnur Garðalíð, formaður í Skipara og navigatørfelag, er vónbrotin av, at trolbátarnir hava stovnað sítt egna felag, í staðin fyri at fara upp í verandi manningarfeløg. Í altjóða kappingum í E ítrótti eri milliónir upp á spæl, og í Føroyum er nú eisini ein skipað kapping í spælinum Counter strike, har kappast verður um 50.000 krónur. Tað heldur Gudny Langgaard, stjóri í Vága floghavn, vera ein orsøk til, at fólk í leiðandi størvum aftra seg við at stilla upp til løgtingsval. Regin Berg, stjórnmálafrøðingur, sum var gestur í sjónvarpsstovuni, sigur, at av tí at umsitingin er veik, hevur tað týdning eisini at hava fólk, sum hava ávísar førleikar, í tinginum. Føroya arbeiðsgevarafelag er ikki fegið um uppskotið um at broyta leigulógina, so Leigunevndin kann vraka eina húsaleigu, tí hon er ov stór. Hetta fer ikki at økja um áhugan at leiga út, serliga tá tað er so ógreitt, hvussu høg ein avtalað leiga kann vera, áðrenn hon kann verða sett til viks, sigur Arbeiðsgevarafelagið. Men útleigarar og Leigunevndin fáa í viðmerkingunum um broytingina avmarkaða hjálp til at tulka hesa áseting, sigur Arbeiðsgevarafelagið. Í viðmerkingiunum stendur, at avtalaða leigan skal vera lutfalsliga greitt omanfyri kostnaðarstøðið á leigumarknaðinum annars, áðrenn Leigunevndin kann seta hana til viks. Prísurin, sum DNO bjóðar, er framvegis tann sami, og hann er minni enn tað, sum partabrøvini í Faroe Petroleum verða seld fyri í keypsskálanum í London. DNO hevur fyrr boðið 610 milliónir pund fyri felagið, tað eru góðar fimm milliardir krónur, men stjórnin í Faroe Petroleum metir tað boðið verða ov lágt, og at tað undirmetur virðið av norðsjóvarvirkseminum hjá Faroe Petroleum. DNO keypir ognarlutin hjá smærri eigarum í Faroe Petroleum og eygleiðarar siga, at ætlanin hjá DNO er at fáa meirilutan í felagnum, so teir fáa atgongd til virksemið hjá Faroe Petroleum í Norðsjónum. Tað er kreppa við syðra markið hjá USA, og tann kreppan verður bert loyst við at byggja ein múr á markinum til Mexico. Tað var boðskapurin frá Donald Trump, forseta, tá hann í nátt helt røðu fyri amerikansku tjóðini. Tað er ein menniskjalig og tjóðskaparlig trygdarkreppa. Tað koma fólk í túsundatali ólógliga um markið, og vit hava ikki pláss at taka okkum av øllum. Forsetin nýtti 9 minuttir at tosa um støðuna á markinum til Mexico, og hann segði seg vera illa við av, at hann ikki fekk gjørt nakað fyri at steðga teimum nógvu brotsfólkunum og rúsevnasmuglarunum, sum hvørt ár koma um markið. Hann fanst at demokratunum, sum um ársskiftið tóku við valdinum í umboðsmannatinginum, tí teir ikki vilja atkvøða fyri pengunum, sum skulu fíggja múrin. Tað var fyrstu ferð, at forsetin helt eina røðu, sum varð send í øllum teimum stóru sjónvarpsrásunum, sum røkka øllum landinum. Tað hevur annars bara verið gjørt í krepputíð. Undan røðuni varð tosað um, at forsetin kanska fór at lýsa undantaksstøðu á leiðini við ætlaða múrin, og tí valdu allar sjónvarpsstøðirnar at senda røðuna. Keldur í Hvítu Húsunum hava síðani sagt, at forsetin slepti tí ætlanini í seinastu løtu, tí vandi var fyri, at málið fór at verða lagt fyri dómstólarnar. Republikanskir guvernørar í millum annað Texas og Arizona hava enn ikki viljað tikið undir við sjónarmiðinum, at talan er um undantaksstøðu á markinum til Mexico. Sakarmálið er serligt, tí tað er tað fyrsta av sínum slag ímóti einum stjóra í einum altjóða banka. John Varley er ákærdur fyri at hava framt svik, tá fíggjarkreppan herjaði, og ákæruvaldið krevur 10 ára fongsulsrevsing. Ein donsk frágreiðing, sum varð gjørd um fíggjarkreppunna, slerdi fast, at leiðslur í bankunum tóku alt ov váðamiklar avgerðir og hugsaðu ikki nóg mikið um tey, sum áttu bankan. John Varley er saman við trimum øðrum stjórum í Barclays ákærdur fyri at hava fuskað við fíggingini av bankanum undir fíggjarkreppuni í 2008. Ákæruvaldið sigur seg kunna prógva, at bankin fekk seks milliardir pund, tað er umleið 50 milliardir krónur, frá íleggjarum í Qatar. Sambært ákæruvaldinum skuldu pengarnir nýtast til at stuðla undir bankan, so hann slapp undan almennum pengum, tí tað skuldi skaða bankan. Tað, sum er ólógligt, er sambært ákæruvaldinum, at bankin afturfyri pengarnar skal hava nýtt 2,5 milliardir krónur til handil við handilsfólk í Qatar. Og hesir handlar vórðu ongantíð almannakunngjørdir. Hvørki fyri marknaðinum ella fyri øðrum íleggjarum. Somu handlar eru grundarlagið undir einum sivilum sakarmáli ímóti bankanum við kravi um 10 milliardir krónur, sum kemur fyri rættin seinni í ár. Amerikanska útlátið av vakstrarhúsgassum vaks so nógv í fjør, sum tað bara eitt annað ár hevur gjørt seinastu 20 árini. Tað vísir ein uppgerð hjá óhefta stovninum, Rhodium Group. Í fjør vaks útlátið 3,4 prosentstig í mun til í 2017. Bara í 2010 var útlátið størri enn í fjør. Grundgevingin var tá, at ferð var komin á aftur eftir fíggjarkreppuna. Á veðurlagsráðstevnuni í Paris í 2015 samdust 200 lond um at minka útlátið. Endamálið er at forða fyri, at tað verður lýggjari á jørðini. Síðani 2016 hevur USA ikki gjørt stórvegis á veðurlagsøkinum, og tí er stórur vandi fyri, at landið als ikki klárar tað, sum londini settu út í kortið til 2025. Í 2017 boðaði Donald Trump, forseti, frá, at hann ætlaði at taka USA úr avtaluni, sum varð gjørd í Paris. Tað kann hann ikki gera fyrr enn 4. november í ár. Tað byrjaði við, at eg fór at roykja hassj, men skjótt bleiv tað eisini til sterkari evnir so sum MDMA og LSD, sigur Tróndur Húsgarð. Seint í 2017 var rúsevnismisnýtlsan komin so langt út, at Tróndur Húsgarð mátti í viðgerð. Hetta hevur gingið fyri seg á viðgerðarstovninum Frælsi, sum hoyrir til virksemið hjá Frelsunarherinum. Í morgunsendingini greiddi fortaldi Tróndur um rúsevnismisbrúkið, og hvussu hann eftir drúgva viðgerð hevur fingið eitt vanligt lív aftur. Jóhan á Plógv Hansen var innkallaður í danska HM hópin, tí Hans Lindberg, sum annars spælir á høgra vongi, hevði fingið ein lítlan skaða. Helst verður Hans Lindberg klárur aftur, og so fari eg nokk aftur til mítt felag, sigur Jóhan á Plógv Hansen, sum fyribils er við í hópinum til fríggjadagin. Føroyingurin spældi eisini við í fyrireikingardystunum móti Ungarn, og har gekk tað so mikið væl, at frásøgumenninir hjá TV2 søgdu, at hann er klárur at loysa av, um vanligu spælararnir ikki eru við. Fyri eini viku síðani hendi størsta tokvanlukkan í Danmark seinastu 30 árini. Nógvar myndir blivu tiknar og lagdar út á netið, og tað hevur elvt til kjak. The National Housing Association should supply all housing for elderly people, rather than having many new public contractors build homes. Fíggjarmálaráðið hevur ikki slept ætlanini um at biðja Innlendismálaráðið krevja dagbøtur frá teimum limum í býráðnum í Vági, sum atkvøddu fyri fíggjarætlanini hjá kommununi fyri 2019. Fíggjarmálaráðið kann ikki sjálvt skriva út dagbøtur, men kann heita á Innlendismálaráðið, sum umsitur kommunumál, um at gera tað. Og tað verður gjørt, siga tey í Fíggjarmálaráðnum. Vágs býráð fekk at vita frá Fíggjarmálaráðnum, at hevur tað ikki Marghøllina við í fíggjarætlanini fyri 2019, so fer Fíggjarmálaráðið at biðja Innlendismálaráðið um at áleggja býráðslimunum dagbøtur. Fíggjarnevndin skuldi hava fund í morgin, men fundurin varð avlýstur. Vandi var nevniliga fyri, at andstøðan fór at krevja at fáa umskipað nevndina og harvið koppa Ruth Vang úr forkvinnusessinum. Tað kann andstøðan gera, tí samgongan hevur mist meirlutan í fíggjarnevndini, nú Kristin Michelsen er koyrdur úr Javnaðarflokkinum á tingi. Kristin Michelsen er limur í fíggjarnevndini, og velur hann at stuðla andstøðuni í eini nevndarumskipan, ja, so verður Ruth Vang avloyst av einum andstøðulimi, tí tá hava andstøðan og Kristin Michelsen 4 atkvøður og samgongan bara 3. Og Bill Justiniussen, tinglimur fyri Miðflokkin, og limur í fíggjarnevndini, ætlar at gera eina roynd at fáa nýggjan formann í Fíggjarnevndini. 8. januar kom Fidel Castro til Havanna eftir kollveltingina, sum fekk einaræðisharran Batista at flýggja av landinum í byrjanini av 1959. Sonne Smith og Tórbjørn Jacobsen hava hvør í sínum lagi stóran áhuga fyri karibisku oynni, ið sum kommunistiskt land øll árini hevur ligið avbyrgt, einans 150 kilometrar frá USA. Hendingin fór fram í Runavík 12. november um 5 tíðina seinnapartin á Mýravegi beint sunnanfyri Gerðisveg, har ein bilur møguliga hevur rent á ein drong á rennihjóli. Jan Poulsen, økisleiðari fyri løgregluna í Norðurøkinum, sigur, at rennarin tosaði stutt við drongin og við bilføraran, men ikki er greitt, hvør hesin maðurin er. Eftir hesa útgávuna dalaði áhugin millum mannað at keypa Boney M. plátur. Onkur savnspláta seldi væl seinni, men útgávan eftir hesa, Boonoonoonoos , boðaði frá, at eitt tíðarskeið var endað. Disco tónleikurin var eisini á veg út. Í fjør varð Barnabókavirðisløn Norðurlandaráðsins latin Bárði Oskarsyni fyri bókina Træið . Men hvør er støðan, tá talan er um føroyskar barnabøkur Henda og aðrar spurningar seta vit Rakel Helmsdal og Urd Johannesen. Hin 19. september í fjør lat Rakel Helmsdal úr hondum barnastuttsøgusavnið Miljuløtur, ið snýr seg um gentuna Milju, sum sigur frá um sín gerandisdag. Jógvan Isaksen ummælir nýggju barnabókina. Mong eru tey, sum droyma um at fáa verk síni útgivin, men tað eru ikki øll, ið fáa dreymin gjørdan til veruleika. Men hvørjar aðrar útgávumøguleikar enn teir vanligu hevur tú sum listarfólk ella ein, sum hevur hug at útgeva síni verk Crowdfunding ella fjølfíggjan á føroyskum, er ein møguleiki, sum fleiri og fleiri nýta, og ein teirra er Lena Nicolajsen, teknarin, sum herfyri gav teknaðu stuttsøgu sína Insomnia, út gjøgnum crowdfundingpallin Kickstarter. Hvat merkir upphavsrættur og hvussu umfatandi er upphavsrætturin Hesar og aðrar spurningar seta vit Jógvani Svabo Samuelsen, løgfrøðingi. Í dag verður kendi tónleikarin, sangskrivarin og plátuframleiðarin Jimmy Page 75 ár. Vit gera eina mini vangamynd av kenda Led Zeppelin guitaristinum. Í fjør varð Barnabókavirðisløn Norðurlandaráðsins latin Bárði Oskarsyni fyri bókina Træið. Men hvør er støðan, tá talan er um føroyskar barnabøkur Henda og aðrar spurningar seta vit Rakel Helmsdal og Urd Johannesen. Hin 19. september í fjør lat Rakel Helmsdal úr hondum barnastuttsøgusavnið Miljuløtur, ið snýr seg um gentuna Milju, sum sigur frá um sín gerandisdag. Jógvan Isaksen ummælir nýggju barnabókina. Mong eru tey, sum droyma um at fáa verk síni útgivin, men tað eru ikki øll, ið fáa dreymin gjørdan til veruleika. Men hvørjar aðrar útgávumøguleikar enn teir vanligu hevur tú sum listarfólk ella ein, sum hevur hug at útgeva síni verk Crowdfunding, ella fjølfíggjan á føroyskum, er ein møguleiki, sum fleiri og fleiri nýta, og ein teirra er Lena Nicolajsen, teknarin, sum herfyri gav teknaðu stuttsøgu sína, Insomnia, út gjøgnum crowdfundingpallin Kickstarter. Hvat merkir upphavsrættur og hvussu umfatandi er upphavsrætturin Hesar og aðrar spurningar seta vit Jógvani Svabo Samuelsen, løgfrøðingi. Í dag verður kendi tónleikarin, sangskrivarin og plátuframleiðarin Jimmy Page 75 ár. Vit gera eina mini vangamynd av kenda Led Zeppelin guitaristinum. Eftir hesa útgávuna dalaði áhugin millum mannað at keypa Boney M. plátur. Onkur savnspláta seldi væl seinni, men upprunaútgávan eftir hesa, Boonoonoonoos , boðaði frá, at eitt tíðarskeið var um at enda. Disco tónleikurin var eisini á veg út úr miðlunum. Shu bi dua 4 er metsøluplátan fyri ein bólk í Danmark. Higartil eru umleiði 400.000 eintøk seld av útgávuni, sum mest er stuttlig, men í støðum hevur ein spíðskan alboga. Runavíkar kommuna sigur, at væntandi verður neyvætlanin, sum fyritøkan Formo á Glyvrum ger, liðug seinnapartin í apríl, og tá verður arbeiðið at stykkja út boðið út. Sambært sáttmálanum, sum er galdandi frá 1.oktober 2017, hækkaði lønin tann dagin 0,90 prosent, 1.oktober í fjør hækkaði lønin 0,50 prosent og 1.oktober í ár hækkar mánaðarlønin 0,30 prosent. Vit hoyra Fulgakvæði, nólsoyingar kvøða, Einar Jacobsen skipar, Fruntatátt, nólsoyinar kvøða, Erlendur Thomsen skipar. Bømerlandsdronningen, Dansifelagið í Havn, Martin Tórgarð skipar. Sigmundskvæði Yngra , nólsoyingar kvøða, Sigmund Daniselsen, Sigmundur í Lon, skipar . Runsivalsstríðið, Dansifelagið í Havn, Martin Tórgarð skipar. Grettiskvæði, Norðstreymoyar Dansifelag kvøður, Dávur Emil Samuelsen skipar. Smeden fra Christianshavn, nólsoyingar kvøða, Sigmund í Búð skipar. Leirvíkspáll, Eysturoyar Dansifelag, Tórgerð Rasmussen skipar. Jákup á Møn, nólsoyingar kvøða, Óli Olsen, Óli á Malarenda, skipar. Ole Morske, nólsoyingar kvøða, Einar Jacobsen skipar. Kjartan Ólavsson, dansur umborð á Norrønu, Tøkum Lætt og onnur, Helga Hermanssen skipar. V gen, nólsoyingar kvøða, Sofus Eide skipar. At enda Der hersker en konge i Østerdal, sumbingar kvøða, Bjarni Vestergaard skipar. Løgreglan fekk boð frá fjallfólki í Leirvík um, at ein bilur var farin útav á gamla Leirvíksvegnum og lá á sjónum. Bilurin lá á fimm metra dýpi, fimm metrar úr landi. Løgreglan hevur nú skuldsett 24 ára gamla mannin fyri at hava koyrt bilin útav og fyri at viðvirka til roynd at fremja fíggjarsvik. Nú fýra mánaðir eru gingnir, síðani ríkisdagsvalið í Svøríki, so hevur landið framvegis onga stjórn at stýra landinum, og nýval nærkast alsamt, tí flokkarnir semjast ikki um, hvør skal skipa stjórn. Reglurnar siga, at nýval skal verða í seinasta lagi tríggjar mánaðir eftir fjórðu atkvøðugreiðsluna um, hvør skal verða forsætisráðharri. 16. januar verður triðja atkvøðugreiðslan um nýggja forsætisráðharra. Verður eingin valdur tá, verður ein fjórða og seinasta atkvøðugreiðsla eina viku seinni, tað vil siga tann 23. januar. Valið verður helst miðskeiðis í apríl, og nú fyrireikingar longu eru í gongd til ES parlamentsvalið, sum verður í mai, so verða vit tilreiðar, sigur landshøvdingin í Væsterbotten, Magdalena Andersson við svenska kringvarpið, SVT. Anne Elisabeth Falkevik Hagen hvarv úr heimi sínum nærhendis Olso síðst í oktober, og einki lívtekin hevur verið frá henni síðani. Tað váttar norska løgreglan. NRK skrivar, at løgreglan í tíggju vikur hevur arbeitt við málinum, men er farin sera varliga fram, tí álvarsligar hóttanir eru komnar . Brotsmenninir hava kravt loysigjald frá familjuni, sum er sera múgvandi, men løgreglan hevur rátt teimum frá at rinda. Løgreglan heldur, at Anne Elisabeth Falkevik Hagen varð tikin úr heimi sínum í Lørenskog um morgunin ella fyrrapartin 31. oktober, sum er tann dagin, norðmenn hátíðarhalda Halloween. VG skrivar, at burturflytararnir krevja at fáa níggju milliónir evrur í sokallaðum krypto valuta, og tað skal vera í Monero, sambært NRK. Krypto valuta er talgilt gjaldoyra, sum virkar óheft av øllum bankum og landastjórnum. Eingin ivi er um, at fyri familjuna er burturflytingin av Anne Elisabeth ein ræðulig og ómenniskjalig gerð, segði advokaturin hjá familjuni á tíðindafundi seinnapartin mikudagin tann 9. januar. Maður Anne Elisabeth Falkenvik Hagen er vinnulívsmaðurin Tom Hagen. Hann eigur ognir fyri 1,7 milliardir norskar krónur, skrivar NRK. Á tíðindafundi hósdagin 10. januar segði norska løgreglan millum annað, at eingin er undir illgruna í málinum. Løgreglan sigur, at eingin lívstekin eru, men heldur eingin tekin eru um, at hon er deyð. Løgreglan hevur nú valt at almannakunngera málið, tí løgregluni tørvar upplýsingar. Síðani mikudagin, tá málið varð kunngjørt, hevur norska løgreglan móttikið yvir 100 áheitanir frá fólki, sum halda seg hava sæð okkurt. Løgreglan vónar at móttaka fleiri upplýsingar í málinum. Í Turkalandi er ein journalistur er fongslað, tí hon avdúkaði fyritøkur í skattaskjóli í Malta, sum fyrrverandi turkski forsætisráðharrin, Binali Yildirim, og synir hansara áttu. Journalisturin hevði, eins og fleiri hundrað aðrir, almannakunngjørt søgur um skattaskjól burtur úr loyniskjølum, sum ICIJ samskipaði samstarv um. Dómurin snýr seg um fleiri greinar í turkiska blaðnum, Cumhyriyet, í november 2017, um sokallaða Paradís pappírini. Hetta var stóri lekin av loyniskjølum, sum avdúkaði, hvussu politikarar, multinationalar fyritøkur og brotsfólk fjala pening í skattaskjólum sokallaðum skattaparadísum. Millum annað varð skrivað um frálandavinnuna í Malta, og at hana eigur Yildirim familjan. Pelin Únker sigur við ICIJ, at hon fer at royna at kæra dómin. Dómurin kemur ikki óvart á okkum. Úrslitið var greitt frá byrjan. Einki kriminelt og einki ærumeiðandi er í mínum greinum, sigur Únker og vísir á, at Yildirim familjan viðgekk, at upplýsingarnar um maltisku fyritøkurnar eru rættar. Turkaland liggur illa fyri á altjóða fjølmiðlafrælsis indeksinum hjá Journalistum uttan Landsamørk heilt niðri á 157. plássi av 180 londum. Og tann felagsskapurin, altso Journalistar uttan Landsmørk, lýsir landið sum heimsins størsta fongsul fyri fjølmiðlafólk. Paradíslekin fevnir um eitt ótal av skjølum frá altjóða advokatskrivastovuni Appleby, sum selir millum annað skattaráðgeving til tey múgvandi. Appleby hevur bústaðarskráseting í Malta og deildir í Bermuda, British Virgin Islands, Cayman Islands, Isle of Man, Jersey, Guernsey, Mauritius and Seychellunum, eins og fíggjardeplar í Hong Kong and Shanghai. Alt støð, sum verða flokkað sum skattaskjól. Mongu loyniskjølini frá Appleby vórðu fyrst likin til týska dagblaðið Zuddeutsche Zeitung, og síðani vórðu tey viðgjørd og almannakunngjørd gjøgnum altjóða journalistiska samstarvið hjá ICIJ, sum millum annað telur SVT og DR. Hetta skrivar Rúni Joensen, aðalstjóri í Samferðslumálaráðnum, í svari til Akademikarafelagið, sum í síðstu viku fanst hvassliga at, hvussu Samferðslumálaráðið og Heðin Mortensen, landsstýrismaður, uttan hoyring í samstarvsráðnum og uttan atlit at sáttmálanum broytti bygnaðin á Landsverki , eftir at ovasti stjórin varð koyrdur til hús. Rúni Joensen, aðalstjóri vísir aftur, at broytingin var brot á sáttmálan, tí hon hevði ikki annað við sær, enn at tríggir deildarleiðarar fingu til uppgávu, vegna allan stovnin, at vísa til Samferðslumálaráðið. Áðrenn broytingina vóru fýra deildir við deildarleiðarum, sum vístu til ovasta stjóran, og tað var so hann, sum vísti til Samferðslumálaráðið. Men tá Ewald Kjølbro varð koyrdur til hús, broytti Heðin Mortensen tær fýra deildirnar á Landsverki til tríggjar og gav teimum trimum deildarleiðarunum boð um at vísa beinleiðis til Samferðslumálaráðið. Ábyrgd, eftirlit, kærumyndugleiki og stovnsleiðsla var nú beinleiðis hjá landsstýrismanninum, umframt at eingin var hoyrdur, áðrenn broytingarnar vórðu gjørdar, segði felagið. Mánadagin bakkaði Heðin Mortensen , landsstýrismaður. Hann setti fyribilsstjóra á Landsverki, sum vísir til aðalráðið, og samstundis ógildaði hann bygnaðarbroytingarnar, sum hann hevði gjørt fyri jól. Akademikarafelagið frøddist um tað, men Ole Jensen, formaður vildi framvegis hava samferðsluráðið at svara, um tey hildu seg hava havt rætt at gera, sum tey gjørdu. Rúni Joensen, aðalstjóri, sigur í svarinum, at talan var bert um broyting í samskiftismannagongdunum, sum vóru í gildi nakrar dagar um høgtíðina, og at Akademikarafelagið kann leggja málið fyri Fasta Gerðarrættin, um felagið hevur aðra áskoðan. Samstarvsráðið verður sjálvandi tikið við, um og tá ið talan verður um umskipingar á stovninum, sigur aðalstjórin í skrivinum til Akademikarafelagið. Fyri trimum árum síðani valdi Meinhard Bjartalíð, prestur, at gera nakað mundagott fyri heilsuna. Ein avgerð, sum hevur havt stóra ávirkan á hansara heilsustøði líka síðani. Eg fór til læknan fyri at kanna, hvussu eg sum heild var fyri. Alt sá gott út, líka til eg skuldi upp á vektina. Eg vigaði ov nógv, og tað setti nakrar tankar í gongd, fortelur Meinhard Bjartalíð. Tí var tað, at eg hugsaði, um eg ikki skuldi royna at fasta í teir 40 dagarnar, sum føstan er, sigur Meinhard Bjartalíð, sum skjótt merkti, at hann fekk tað betri hetta tíðarskeiðið. Eg bleiv sum heild betur fyri. Og so lætnaði eg 10 kilo. Harafturat vaknaðu allir sansirnir, og eitt nú merkti eg veruliga svongd aftur, sigur Meinhard Bjartalíð. Í morgunsendingini í morgun varð sjóneykan sett á menn og teirra heilsu. Í hesum sambandi greiddi Meinhard Bjartalíð frá sínum royndum at fasta. Í góð 15 ár hevur Fríðfinnur Johnsson verið skúlastjóri. Fyrst var hann skúlastjóri í Leirvíkar skúla, og tá Leirvíkar og Gøtu kommuna løgdu saman í 2009, bleiv hann skúlastjóri í skúlanum í Eysturkommunu. Eisini leggur hann dent á, at tað er umráðandi, at skúlastjórar taka ábyrgdina, sum er givin teimum, í álvara, og ikki eru bangin fyri at leiða. Sjálvt um honum hevur dámt væl at vera skúlastjóri og at hava ta ábyrgd, sum ein skúlastjóri hevur, gleðir hann seg eisini um at geva ábyrgdina víðari. Føroyskir menn eru í serliga stórum heilsuvanda. Í 2012 2014 var ein kanning gjørd, sum vísir, at góð 24 av kannaðum monnum í aldrinum 60 69 ár hava typu 2 diabetes. Fyri føroyskar kvinnur í sama aldursbólki er talið um 9 , og fyri danskar menn í sama aldursbólki er talið um 14 . Hann vísir samstundis á, at um tú íðkar umleið 30 minuttir um dagin, etur lutfalsliga sunt og megnar at halda vektini niðri, ber til at forða sjúkuni ella at minka um hana. Millum annað hevur hægstirættardómarin, Christian Zerpa, gjørt av at flýggja til USA, tí hann sigur seg ikki kunna góðkenna forsetan av tí, at valsvik varð framt. Eftir at Zerpa rýmdi, upplýsti hægstirættur í Venesuela, at ein kanning er sett í verk, tí illgruni er um, at hægstirættardómarin hevur gjørt seg kynsliga inn á fleiri kvinnur, sum starvaðust á skrivstovuni. Fleiri av grannalondunum funnust hvassliga at Maduro, tí hann ikki vildi góðtaka, at fleiri andstøðufólk stillaðu upp ímóti honum á forsetavalinum. Og at hann ístaðin setti tey í húsavarðhald, meðan valstríðið var. Fleiri lond í latínamerika hava heitt á forsetan um ikki at taka við valdinum, tí tey siga seg ikki fara at góðkenna hann sum forseta. Talan er um londini í sonevnda Limabólkinum, og tey eru Argentina, Brasil, Kile, Kolumbia, Kosta Rika, Guatemala, Honduras, Meksiko, Panama, Paraguay, Peru, Guyana og Saint Lucia, umframt Kanada. Í Norra eru myndugleikarnir, eins og myndugleikarnir í USA og Bretlandi, ivasamir um felagið, tí líkt er til, at njósnast verður ímóti feløgum og stovnum í øðrum londum. Bæði USA og Bretland hava noktað fyri, at Huawei verður við til at útbyggja telenetið í teimum londunum. Og møguliga fer Norra at gera tað sama, sigur ráðharrin. Bæði Telenor og Telia nýta útgerð frá Huawei til sínar 4G skipanir, men norska stjórnin heldur, at tað av trygdarávum ikki eigur at vera Huawei, sum letur útgerðina til 5G netið. Hóast skiftandi stjórnir í Noreg seinastu 30 árini hava sagt seg vilja virka fyri, at størri partur av fiskatilfeinginum skal virkast í landinum, so gongur bara skeiva vegin. Ein uppgerð hjá Norska Sjómatráðnum vísir, at í fjør fóru 7 av 10 fiskum óvirkaðir av landinum, og tað hevur við sær, at samfelagið missir 30 milliardir krónur í útflutningsvirði, stendur í frágreiðingini. Hon vísir á, at í fjør fór 72 prosent av øllum fiski úr Noregi uttan at verða virkaður. Fiskurin fór til marknaðir í Asia, Europa og USA. Renate Larsen sigur, at norsk virki kundu tjent 10 milliardir krónur, um vanligur fiskur varð skorin til flak í Noreg, áðrenn hann varð seldur. Tað er ein fólkaræðisligur trupulleiki, at fólk á smáplássum ikki kunnu atkvøða í loyndum. Tað sigur Sambandsflokkurin, sum tvær ferðir hevur lagt uppskot fram um at telja smáplássini saman við størri valstøðum. Ein meirluti í løgtinginum mælir tó frá at broyta skipanina Luttakar í sendingini eru Magnus Rasmussen úr Sambandsflokkinum, Ingolf S. Olsen úr Tjóðveldi, Hallbera West PhD, Sirið Stenberg, landsstýriskvinna og Hilmar Høgenni, deildarleiðari í Heilsu og Innlendismálaráðnum. Eisini verður ein samrøða við danan Henning Mortensen, sum er serfrøðingur í persónsdatavernd. Hann var í Føroyum í fjør og hevði ein fyrilestur um evnið. Rógvi Olavson gjørdi eina samrøðu við hann. Meirilutin í Tvøroyrar Býráði fekk einki svar frá Kristin Michelsen á býráðsfundi í gjárskvøldi, hvønn sess hann velur borgarstjórasessin ella tingsessin. Meirlutin samtykti fyri nýggjár, at Kristin Michelsen skal velja annan sessin, og at hann ikki kann sita bæði á tingi og í borgarstjórasessinum í senn. Tað kann vera skjótt, men tað kann eisini vera um drúgva tíð, endurgevur in.fo hann fyri at hava sagt á býráðsfundinum í Tvøroyrar kommunu í gjárskvøldið. Bretar, sum eru í iva, vilja fegnir til Írlands, og í fjør fekk landið um 100.000 umsóknir um írskt pass. Tað er tvífalt so nógv sum undan fólkaatkvøðuni um Brexit í 2016. Áhugin hjá stórum fíggjarfyritøkum at flyta úr London til Dublin er eisini vaksandi. Í løtuni hava írsku myndugleikarnir yvir 100 umsóknir liggjandi frá altjóða fyritøkum um at sleppa at virka í Írlandi, skrivar Financial Times. Blaðið skrivar eisini, at fleiri stórar sakførarafyritøkur, ráðgevarafyritøkur og heilivágsfyritøkur hava søkt um loyvi at sleppa at virka í Írlandi. Nakrar av heimsins størstu fyritøkum hava longu sæti í Írlandi, og tá fíggjerkreppan tók seg upp, endaði alt eins brádliga, og tað byrjaði. Seinastu árini hevur gingið væl, og búskaparvøksturin var 7,5 prosentstig í fjør. Í ár verður roknað við, at vøksturin verður um 5 prosentstig. Leiðslan í teimum trimum samgonguflokkunum tað eru floksformenninir og forkvinnurnar í tingbólkunum hjá flokkunum fundast í hesi løtu í Tinganesi. 3. januar fekk Kristin Michelsen durafjórðingin í Javnaðarflokkinum. Tá fekk løgtingsmaðurin at vita frá Akseli V. Johannesen, at hann ikki longur er partur av tingbólki Javnaðarfloksins og heldur ikki verður valevni fyri flokkin til komandi val. Kristin Michelsen er limur í Fíggjarnevndini hjá løgtinginum. Og hann kann tí vera avgerandi atkvøðan, sum fellir Ruth Vang, forkvinnu. Bill Justinussen úr Miðflokkinum, sum er partur av andstøðuni í fíggjarnevndini, segði við útvarpið í gjár, at hann ætlar at gera eina roynd at fáa nýggjan formann valdan. Fýra nevndarlimir kunnu krevja nevndarval á skrá. Tó hava andstøðutinglimirnir í fíggjarnevndini, Jacob Vestergaard og Bárður á Steig Nielsen, sagt seg taka undir við Bill Justinussen, segði Elin Mirjamsdóttir beinleiðis úr Tinganesi við útvarpið á middegi. Teir halda, at formaðurin í fíggjarnevndini eigur at verða valdur av nýggjum, nú samgongan hevur mist meirilutan í løgtinginum. Kristin Michelsen hevur onga viðmerking til málið Sostatt fær andstøðan við fýra atkvøðum frá ávikavist Bill Justinussen, Bárður á Steig Nielsen, Jacob Vestergaard og Kristin Michelsen kravt nevndarval og koppa Ruth Vang av sessinum sum forkvinna í fíggjarnevndini. Hoyr sendingina her Luttakarar, Jákup Davidsen, Magni Mohr, Jens Andreasen, Meinhard Bjartalíð, Heini í Skorini og Hans Andreas Sólvará Annars hevur verið galdandi higartil, tá rættindini at fiska eru keypt á afturlatnari uppboðssølu, at lægsta boð er galdandi fyri øll, sum hava boðið. Hálvdan Gudmundsen, formaður í Línuskipum, sigur við Útvarpið, at felagið hevur gjørt vart við støðu sína, bæði í Fiskimálaráðnum og í Fiskivinnuráðnum. Norðlýsið nevnir sum dømi, at ein rættindahavi keypir fyri 3,50 krónur fyri kilo, og ein annar fyri 2,80 krónur fyri kilo. Her er roknað við makrelprísum. Einki nýtt er í málinum og eingin hoyring hevur verið, segði Kristin Michelsen sambært gerðarbókini frá býráðsfundinum í gjárkvøldið. Samferðslumálaráðið boðaði í gjár frá, at ráðið heldur seg hava hildið sáttmálan, sum er millum Akademikarafelagið og Fíggjarmálaráðið, tá landsstýrismaðurin fyri jól umskipaði Landsverk úr fýra deildum niður í tríggjar. Tvørturímóti, sigur Akademikarafelagið sáttmálin er brotin, tí eingin viðgerð ella hoyring var, áðrenn Heðin Mortensen umskipaði stovnin, sum krav er um í sáttmálanum. Akademikarafelag Føroya ger við hesum vart við, at framferðin hjá landsstýrismanninum í samferðslumálum og arbeiðsmarknaðarmálum er í stríð við áseting í sáttmálanum og at meta sum sáttmálabrot. Svarið kom í gjár, og í tí sigur Rúni Joensen, aðalstjóri, at tey ikki meta, at broytingarnar vóru brot á sáttmálan og vísa annars Akademikarafelagnum til Fasta Gerðarrættin, um felagið er av aðrari áskoðan. Umstríddu broytingarnar á Landsverki hjá Heðini Mortensen fyri jól vórðu annars strikaðar mánadagin av sama landsstýrismanni. Landsverk hevur sostatt aftur fýra deildir nú, umframt at ein fyribilsstjóri er settur fyri Ewald Kjølbro. Heðin Mortensen, landsstýrismaður sigur í lesarabrævi, at Akademikarafelagið ístaðin fyri at kæra seg til til hesi og hasi , sum hann málber seg, átti at havt tosað seg til sættis við landsstýrismannin. Í skrivinum sigur hann eisini, at Løgtingsins umboðsmaður nú hevur biðið um eina frágreiðing, og at hon fer at koma ein av nærmastu døgunum . Nøgdin av informatión hevur ongantíð verið størri enn í dag. Siðbundnir og sosialir miðlar kappast um uppmerksemi hjá fólki, og avleiðingin av hesum eru informatiónir, sum kunnu vera villleiðandi og ósannar. Hetta kann hava stórar demokratiskar avbjóðingar, og tað er tí umráðandi, at fólk læra at meta um trúvirðið á eini keldu, siga Hans Andrias Sølvará, lektari í søgu, og Heini í Skorini, ph.d. í altjóða politikki. Hoyr samrøðuna við Hans Andrias Sølvará og Heina í Skorini, sum er gjørd í sambandi við seturskjakið, ið verður í Kongshøll í kvøld. Tað verður sagt, at 9. symfoni Ludvig van Beethoven er symfoniin omanfyri allar hinar. Og 16. februar fer Føroya Symfoniorkestur á pall við hesum stórbæra verki. Saman við Bernharður Wilkinson, ið stjórnar orkestrinum, Andreu Heindriksdóttir, floytuspælara, Ólavi Jakobsen, guitaristi, og Tóru Vestergaard, kórleiðara, fregnast vit um verk og fyrireikingar. Í vikuni frættist at Heri Ellingsgaard nú gevst eftir 35 árum í leiðarasessinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Men Heri hevur eisini verið virkin í eitt nú Straight Ahead, KÍ, og á Spinnarínum. Hetta og meiri afturat frætta vit um, tá Heri í dag er Hósdagsgestur í Nón. Og Jákup Veyhe er eisini á skránni við aktuellum Hósdagspriki. Tú kanst hoyra sendingina her Hví eg Henda spurningin kundi tann 39 ára gamli Jákup Jacobsen úr Havn av røttum sett sær sjálvum. Hann hevur nú í 10 ár verið lamin í øllum kroppinum. Hvør smálutur tekur sína tíð, og tað kann taka taka ein heilan fyrrapart at koma úr songini. Hóast tað kom hann tíðliga til sættis við lagnu sína. Lagt til rættis hava Tórður Mikkelsen Hans Petur Hansen Upptøkur Hans Petur Hansen Klipt Alexander Gaard Joensen Hans Petur Hansen Tað sigur 22 ára gamli Tróndur Húsgarð, sum í fýra ár varð bundin av rúsevnum, men eftir drúgva viðgerð hevur fingið eitt vanligt lív aftur. Í 2017 legði TAKS hald á 23 kilo av rúsevnum, og tað var fýra ferðir so nógv sum í 2016, tá hald varð lagt á seks kilo av rúsevnum. Martin Kúrberg, leiðari á viðgerðarheiminum Frælsinum á Eiði fyri ung millum 18 á 24 ár, heldur eisini, at tað er ov lætt at fáa hendur á rúsevnum í Føroyum. Í dag skipa Bóndafelagið og Óðalsfelagið fyri felags limafundi á Búnaðarstovuni í Kollafirði. Har fara tey at tosa um, hvussu feløgini bæði kunnu finna ein felags leist fyri, hvussu tey, sum eiga jørðina, fáa sum frægast burtur úr økta áhuganum fyri at ferðast í føroysku náttúruni. Fundurin hevur fingið heitið Ferðavinna við atliti til vernd av náttúru og gongd í haga. Sigert Patursson, bóndi á Vatnaskørðum í Hoyvíkshaganum, er formaður í Bóndafelagnum, og í hesi samrøðuni, greiðir hann frá, hvat fundurin snýr seg um, hvat trupulleikin er og hvørjar møguleikar hann sær fyri tí sum liggur fyri framman. Lurta eftir samrøðuni her. Kommunufelagið sigur, at landsstýriskvinnan í fíggjarmálum hevur ikki gjørt annað enn at máa burturav inntøkugrundarlagnum hjá kommununum. Og samanumtikið eiga lógarbroytingar, sum koma úr landsstýrinum, ikki at kosta kommununum nakað, sigur Fíggjarmálaráðið, tvørturímóti. Fíggjarmálaráðið sigur eisini, at landsstýrið og onnur aðalráð hava havt nógvar fundir við Kommunufelagið, og nógv samskifti hevur verið millum landsstýrið og felagið. Men Kommunufelagið sigur, at higartil hevur landsstýriskvinnan Kristina Háfoss ikki gjørt annað enn at máa burturav inntøkugrundarlagnum hjá kommununum. Eg eri eitt sindur stoltur, tá eg hoyri hatta. Heri Ellingsgaard var partur av fyrstu árunum hjá klaksvíksbólkinum Straight Ahead, sum veruliga setti hol í sjógvin og var partur av einari musikalskari kollvelting í Føroyum. Hann spældi gittar, og nú hann leggur frá sær sum stjóri á Klaksvíkar sjúkrahúsi, er tónleikurin nakað, sum hann fer at geva sær betri stundir til. Sum stjóri á Klaksvíkar sjúkrahúsi hevur hann onkuntíð kent, at hann hevur vart borg, men nú er hann bjartskygdur um, at tað fer at bera á mál at skipa alt sjúkrahúsverkið í Føroyum undir eina felags leiðslu við betri samskipan og størri fjølbroytni. Í hesi samrøðuni tosa vit um starvið, sum hann hevur røkt í ein mansaldur, og yvirskriftirnar eru annars tónleikur, mentan, fótbóltur og lívið í síni heild. Samrøðan kann hoyrast her. Handtøkurnar vórðu gjørdar í samstarvi millum Europol, sponsku løgregluna og hægsta rætt í Spania. Tað sigur Europol í tíðindaskrivi. Borgaraverjan í Spania sigur, at 83 fólk eru partur av netverki, teirra millum eru 28 tennisspælarar, og hesi hava avgjørt í minsta lagi 97 dystir í tennis. Soleiðis hava tey forvunnið milliónir av krónum. Ólógliga veddingin fyri avtalaðar dystir hevur verið í Challenger og Future kappingunum, sum eru á næst og triðhægsta stigi innan tennis ítróttin. Svikið er skipað soleiðis, at kriminell spælinetverk hava mutrað leikarar til at fáa ávís úrslit, og netverkið hevur síðani brúkt fleiri túsund identitetir til at vedda um hesar dystir. Brotsmannalið í Armenia stýra netverkinum, og aðrir armenar vórðu sendir til dystirnar fyri at tryggja, at mutraði tennisleikarin helt avtaluna um úrslitið. 11 húsarannsóknir hava verið í Spania, og hald er millum annað lagt á 167.000 evrur í reiðum peningi, eina byrsu, kredittkort, fimm luksusbilar og nógv skjøl. Ann Dahl Hansen, prestur, dylur ikki fyri, at hennara nærmastu ikki roknaðu við, at hon fór at klára at lata vera við at tosa í tríggjar dagar. Kortini eydnaðist tað at vera kúrr frá mánadegi til mikudag, og Ann Dahl Hansen leggur dent á, at hetta er nakað, sum øll áttu at roynt. Danske Bank og fýra fyrrverandi stjórar eru skuldsettir fyri at hava framt svik móti íleggjarum í sambandi við tað, sum fór fram í deildini hjá bankanum í Estlandi. Ein pensjónsgrunnur í New York hevur stevnt Danske Bank og fyrrverandi stjórum í økisdómstólinum í Manhattan. Nevndir verða millum annað fyrrverandi stjórin, Thomas Borgen, og fyrrverandi nevndarformaðurin, Ole Andersen. Saksøkjarin vísir á, at bankin skal hava pumpað prísin upp á egnum partabrøvum við ikki at gera nakað við hvítvaskingina í estisku deildini. Pensjóngrunnurin søkir um at kunna føra málið sum eitt bólka sakarmál, so at møguleiki er hjá øðrum persónum og feløgum at leggja sak í felag móti bankanum. Deildin lat, nærum uttan eftirlit, í minsta lagi 200 milliardir evrur tað vil siga umleið 1.500 milliardir krónur, streyma gjøgnum bankan frá 2007 til 2015. Sambært stevningini fall marknaðarvirðið við meira enn 2,54 milliardum dollarum, sum svarar til umleið 16,5 milliardir danskar krónur. Danske Bank segði í september, at kanningar, sum bankin sjálvur hevur gjørt, vísa millum annað, at leiðslan ferð eftir ferð varð ávarað um ivasom viðskiftafólk og vantandi verju móti hvítting. Eisini russiski miðbankin ávaraði Danske Bank um skattasvik og hvítting fyri fleiri milliardir rublar í estisku deildini, men bankin gjørdi einki. Talan er um eina norðurlendska studentaútbúgving, sum tekur trý ár sum allar aðrar, men har tann lesandi fær møguleika at lesa í hinum norðuratlantisku londunum saman við ungum úr øðrum londum. Fyrsta árið verður tikið á Gribskov gymnasium í Danmark, annað árið á Miðnámi á Kambsdali og Verzlonarskóla Íslands í Reykjavík og triðja árið á GUX Sisimiut. Útbúgvingin fer at víðka um norðurlendska sjónarringin hjá næmigunum og er eitt gott tilboð til tann, sum vil hava øðrvísi og spennandi avbjóðingar, sigur Páll Isholm, rektari á miðnámsskúlanum á Kambsdali. Útbúgvingin byrjar í august mánaði í ár, og tilmeldingarfreistin er 1. mars. Umleið 6 7 næmingar úr Føroyum sleppa í norðuratlantiska studentaflokkin. Hoyr samrøðuna við Páll Isholm, rektara á miðnámsskúlanum á Kambsdali, sum í samstarvi við studentaskúlarnar í hinum londunum hevur staðið fyri at seta útbúgvingina á stovn. Stórt orkestur, einir 80 sangarar og fýra kendir útlendskir solistar mynda Føroya Symfoniorkestur, sum fer á pall við 9. Symfoni Beethoven leygarkvøldið 16. februar. Fýra solistar verða á palli og teir eru Sergej Semishkur, ið er tenor solistur Herdis Anna Jónasdóttir og Susanne Elmark, ið eru sopran solistar og Angelika Wagner, ið er solistur á hørpu. 9. Symfoniin er hin seinasta, ið Ludvig Van Beethoven skrivaði, og hon varð skrivað gjøgnum fleiri ár, samstundis sum Beethoven var vorðin blindur. Hetta er eisini ein hin kendasta symfoniin yvirhøvir. Vit tosa við Bernharður Wilkinson, ið stjórnar Føroya Symfoniorkestri, Andreu Heindriksdóttir, ið spælir floytu, Tóru Vestergaard, ið er kórleiðari, og Ólav Jakobsen, ið sigur okkum um tónaskaldið og verkið. Tú kanst hoyra frásøgnina um 9. Symfoni her og tað er við tónleikabrotum Løgreglan handtók í gjárkvøldið 6 ungar menn í sambandi við eitt innbrot í Keypsamtøkuni í Hoyvík stutt fyri jól, har 16.000 krónur vórðu stolnar. Í fjør hótti stýrið fyri Bú og Heimatænastuna at blaka frá sær, tí tey fingu ikki endarnar til at røkka saman fíggjarliga. Tey bóðu landsstýrið um eina serskipan á sama hátt sum í Sandoynni, men tað fingu tey ikki. Í desember í fjør gjørdi stýrisformaðurin so landsstýrinum greitt, at tað kanska verður neyðugt at lata annað av eldrasambýlinum í Suðuroynni, tí roknskapurin hjá eldrasamstarvinum vísir eitt hall. Hallið hjá Bú og Heimatænastuni í Suðuroy verður í 2018 góðar 3 milliónir krónur, og tá eru fleiri lógarkravdar tænastur og tænastur, sum eru í øðrum pørtum av landinum, í dag ikki í Suðuroynni, stendur í skrivinum frá Dennisi Holm, formanni í stýrinum, til landsstýrið. Vóru hesar tænastur við, so var hallið omanfyri 5 milliónir krónur, skrivar stýrisformaðurin. Í brævinum, sum er sent 17. desember, rør stýrisformaðurin eisini framundir, at neyðugt verður kanska at lata eitt sambýlið aftur. So um støðan framhaldandi er tann, at Suðuroyggin ikki fær eina serskipan á eldraøkinum, so verður neyðugt at niðurleggja annað av eldrasambýlunum í Suðuroynni, fyri at spara tær 3 5 milliónir krónurnar, sum kommunurnar hava í halli. Hvørt einasta stykki av mati er ein persónligur yndisrættur, tá James og Adam Price aftur fara í køkin at borðreiða við breyði við nógvum viðskera. Bachstadtoymið er aftur á ferð. Hesa ferð í einum 34 fót motorbáti sum í kjalarvørrinum av víkingunum skal sigla eftir áum í Russlandi, Hvíta Russlandi og Ukraina, um Svartahavið til Istanbul. Ævintýrið byrjar í St. Pætursborg. Fyrst fara vit eina 10 minuttir snarferð í kubanska tónleikauniversinum, ið eitt nú telur sjangrur sum salsa, mambo og rumba, og síðani fáa vit útgreiningar, frágreiðingar og dømi frá Rógva á Rógvu, trummusláara, percussionisti og tónleikalærara. Tú kanst hoyra spennandi frásøgnina her, eina frásøgn, ið eisini telur eina ørgrinnu av kubanskum tónleikabrotum. Hugo er 18 ár, býr heima hjá foreldrunum í Aarhus og droymir um at gerast poppstjørna sum pápin Thomas Helmig. Nú gevur Hugo fyrstu stakfløguna út. Hann ivast, um hann er nóg dugnaligur. Ella um fólk halda, hann fær alt forerandi og kalla hann Helmigs søn. DR3 hevur fylgt við Hugo Helmig hetta fyrsta árið á yrkisleiðini. Í vetur skulu yvir 2000 vill reindýr í ávísum parti í Noregi skjótast orsakað av deyðiligu djórasjúkuni, sum norðmenn kalla skrantesjuke CWD . Almennu myndugleikarnir hava avgjørt, at øll dýrini mugu avlívast fyri at forða hesi herviligu smittuni at spjaða seg. Men avgerðin vekir harða mótstøðu. Vit fylgja millum annað veiðimonnum í økinum ta seinastu veiðiferðina í nógv ár, og so hitta eisini teir, sum hava fingið tað krevjandi starvið at oyða ein heilan stovn av villum reindýrum. Kaj Klein fer um vikuskiftið at hava tvær konsertir. Tann fyrra er leygarkvøldið í Tøting klokkan 20.30, og tann seinna í Maggies sunnukvøldið klokkan 20. Við sær hevur Kaj føroyskar tónleikarar Per Ingvaldur Højgaard Petersen á trummur, Karl Andrias Stórá bass, Knút Háberg Eysturstein tangentar og Janus Kampmann guitar. Kaj Klein varí tí sambandi á gátt í vikuskiftissendingini til eitt prát. Við sær hevði hann gittaristin Janus Kampmann. Hoyr Kaj greiða frá um sína musikalsku yrkisleið. Seinast í innslagnum spæla Kaj og Janus eitt stilt lag, sum eitur Eitt stilt lag . Thomas Blachman ætlar sær at prógva, at til ber at fáa aktivar næmingar fullar av hugskotum við at undirvísa í kreativiteti. Men tá hann hittir teir 21 nýggju næmingarnar úr 8. flokki í Frydenhøjskolen, uppdagar hann, at nógv verri stendur til við hugskotsloysi og manglandi hugi at bjóða inn, enn hann hevði stúrt fyri. Hann hevur einans 12 dagar í 6 vikur, so hann noyðist at fáa rætta sambandið við næmingarnar, um royndin skal eydnast. Frank skal í holt við at gera loftstrappu, og hevur tí fingið vitjan av einum timburmanni, sum dugir hetta gamla kynstrið. Og tað er drúgt arbeiði. Aasmund Olavsson Vinje var framligur, dugdi væl at orða seg, og so var hann genialur. Tey ungu hava kallað ein rockfestival upp eftir yrkjaranum og tíðindamanninum, sum varð føddur fyri 200 árum síðan Vinje hevur skrivað tekstir, sum eru væl dámdir og verða nógv brúktir enn. Linda Eide tekur okkum við í fótafar Aasmund Olavsson Vinje. Eftir at hava havt ein svull í heilanum, er tann einans 13 ára gamla Ena lammað í andlitinum. Ena ynskir mest av øllum, at hon kann smílast aftur, serliga tí at hon skjótt skal konfirmerast. Man Hassan fáa hjálpt henni Vilt tú tjena pengar skjótt, skalt tú bara keypa tær ein matvogn og selja genialan mat úr allari verðini sokallað streetfood, vit kundu kallað tað gøtubiti . Tað halda Price brøðurnir í hvussu so er Matarskráin er kinesiskur morgunmatur, taiwanesiskur miðmáli og sjálvandi spanskt Churros við ísi og nutellasós omaná. Alt verður selt á gøtuni, og kostnaðurin er ikki órímiligur, serliga, tá hugsað verður um, hvussu leingi er at matgera. Føroyski vongurin varð annars soldaður frá í allar síðstu løtu, men nú Hans Lindberg, sum eisini hevur føroyskar røtur, meiddi seg í dystinum í móti Kili, er boð send eftir Jóhan á Plógv Hansen, so Hans Lindberg fær tíð at koma fyri seg. Talan er ikki um ein álvarsligan skaða hjá Hans Lindberg, so roknað verður við, at hann er tøkur aftur seinni í kappingini, men næstu dystirnar er altso møguligt, at Jóhan á Plógv Hansen kemur á vøllin í HM kappingini, sum er í Danmark í hesum døgum. Tað kann verða longu í kvøld, tá danska hondbótlslandsliðið skal dystast við Tunesia. Dysturin verður spældur klokkan 19.15 og verður vístur á TV2. Hann tosaði hálvbrotið enskt og segði, at hann ætlaði sær ein túr í fjøllini. Maðurin hevði ein ryggsekk, men var annars ikki serliga væl ílatin, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn í morgun. Veðrið var einki serligt og tí legði Ritan ikki at í Kirkju sum vanligt, men fór til Hattarvíkar í staðin men eingin ferðamaður var at síggja, hvørki í Hattarvík ella Kirkju. Tað fekk fólk at stúra og løgreglan fekk boð men tá var longu so myrkt og keðiligt veður, at tað var ikki ráðiligt at fara at leita. Tó so hevur Brymil lýst og siglt um oynna í nátt, uttan at hava sæð nakað. Í morgun er løgreglan so farin út í oynna og saman við staðkendum fólki og hundum verður farið at leita eftir ferðamanninum, sum altso ikki er sæddur síðani hann kom við tyrluni út til Fugloyar um døgurðatíð í gjár. Tann vinnugreinabólkurin, har mest var útgoldið í fjør var Almenn og onnur tænasta har 3.1 milliardir krónur var útgoldin í lønum í fjør. Áhugin fyri at ganga í fjøllunum er vaksin nógv seinnu árini. Nú fara fólk ikki bara upp í fjøllini at gera ørindi. Fleiri fólk fara uppá fleiri tindar uttan ørindi, men bert fyri at njóta gongutúrin og náttúruna. Rúna Hjelm er ein teirra, ið gongur nógv í fjøllunum. Tá eg fari í fjøllini eri eg nærverandi. Eg hugsi ikki um annað, enn at taka eitt stig í senn. Eg njóti eg vera í nú inum, greiðir Rúna frá. Rúna vil vera við, at øll skulu sleppa at ganga frítt í høgunum uttan at spyrja bøndurnar um loyvi. Tó skal treyt fylgja við tey, sum ganga í høgunum, skulu gera tað við ábyrgdini um at fara væl um náttúruna. Eg meini, at vit hava vunnið hesa hevdina í Føroyum, har mann hevur rætt til at fara í hagan uttan at spyrja um loyvið, sigur Rúna Hjelm. Annars snýr sendingin hesaferð seg um eina unga kvinnu, sum er flutt saman við einum manni fyri fyrstu ferð, um hvat tú skalt gera, tá makin tekur uppá í vekt, og um ein starvsfelaga, sum bindir til arbeiðis, so onnur mugu renna skjótari. At byrja við sá út sum tað ikki fór at rigga, men nú eru pengar byrjaðir at koma inn. Tað sigur Søren Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa, um nýggja mátan at endurfíggja lán hjá Vágs kommunu. Hetta er fyrstu ferð, at leisturin við hópfígging verður royndur við tí endamáli at umfíggja eitt lán hjá eini kommunu. Inni á heimasíðuni flexfunding.fo, kunnu øll skráseta seg og flyta pening inn á eina konto, ið fer til at umfíggja eitt lán hjá Vágs kommunu áljóðandi 29 milliónir. Vágs kommuna rindar eina rentu á 0.6 prosent á láninum og lánsveitarar fáa eina garateraða rentu á 0.45 prosent í trý ár av veittu lánsupphæddin. Restin, 0.15 prosent, fer til Suðuroyar Sparikassa fyri ómakin. Søren Bruhn sigur, at tá freistin er farin at verða við, vænta tey at umleiðs seks milliónir eru komnar inn umvegis hópfígging. Freistin at verða við er komandi fríggjadag. Stefan Løfven heldur fram sum forsætisráðharri og skal ein vinnari kjósast av politisku togtoganini seinastu tíðina, so er tað hann, sigur Inna Tørnroos, journalistur, sum býr í Stockholm. Nýggja samanrenningin millum Javnaðarflokkin, Umhvørvisflokkin, Miðflokkin og Liberala flokkin merkir nýggjar tíðir í svenskum politikki, sigur Inna Tørnroos. Hvussu skulu vit fyrihalda okkum, tá vit ganga í bøi og haga. Tann spurningurin var vendur í leygardagssendingini hesaferð í samband við, at Bóndafelagið og Óðalsfelagið hava gjørt av at royna at finna fram til ein felags leist fyri, hvussu tey skulu skipa seg. Sum støðan er nú, sigur lógin, at tey sum eiga og tey sum hava fest jørðina, hava rættin til at gera av, hvør kann ferðast í haganum, og um tey skulu gjalda fyri tað. Sambært festarunum og jarðareigarunum er trupulleikin vaksandi í samband við øktu ferðavinnuna, sum inniber, at serliga útlendingar keypa sær fjallatúrar, uttan at bøndurnir fáa burtur av gjaldinum. Tað er millum annað tað, sum Bóndafelagið og Óðalsfelagið vilja gera nakað við. Í sendingini tosa vit við Sigert Patursson, formann í Bóndafelagnum, sum hevur sína meining um málið, men vit tosa eisini við Rúnu Hjelm, sum er ein av mongu føroyingunum, sum ganga nógv í fjøllunum. Hon hevur eina heilt aðra áskoðan enn formaðurin í Bóndafelagnum. Eisini tosa vit við Jóan Paula Helgason, leiðara á menningardeildini hjá Visit Faroe Islands um menningarætlanina, sum tey arbeiða við og sum verður løgd fram í februar, og at enda tosa vit við Andrass Holm Arge, løgfrøðing á Búnaðarstovuni, um hvat lógin sigur um tað at ferðast í bøi og haga. Í fyrra parti av sendingini var Djóni Højgaard, formaður í Búskaparráðnum, komin inn á gólvið til eitt kaffiprát, Also var á skránni, tey góðu tíðindini og spurnarkappingin. Hoyr alla sendingina her. Tyrla, verjuskip, løgreglufólk við hundum og staðkend fólk hava leitað á og kring oynna í allan dag, men hevur einki lívstekin funnið frá manninum, sum kom í Fugloynna í gjár. Maðurin kom út við tyrlu um middagstíð og skuldi inn aftur við Rituni seinnapartin. Hann tosaði hálvbrotið enskt og segði seg ætla sær ein túr í fjøllini. Maðurin hevði ein ryggsekk, men var annars ikki serliga væl ílatin, segði vakthavandi á løgreglustøðini í Havn í morgun. Veðrið var einki serligt í gjár og tí legði Ritan ikki at í Kirkju sum vanligt, men fór til Hattarvíkar í staðin men eingin ferðamaður var at síggja, hvørki í Hattarvík ella Kirkju. Tað fekk fólk at stúra og løgreglan fekk boð, men tá var longu so myrkt og keðiligt veður, at tað var ikki ráðiligt at fara at leita. Tíggju teirra eru álvarsliga særd, eru boðini frá franska innanríkisráðharranum. Hann sigur somuleiðis, at tvey av teimum deyðu fólkunum eru sløkkiliðsfólk. Spreingingin hendi á einum bakaríi ella skamt har frá. Sambært fronsku myndugleikunum vóru sløkkiliðsfólk til staðar og kannaðu ein gassleka, tá spreingin var. Innanríkisráðharrin hevur vitjað á vanlukkustaðnum. Hann sigur, at omanfyri 200 sløkkiliðsfólk hava verið partur av bjargingararbeiðinum og at tey hava tamarhald á støðuni. Leitingin eftir horvna ferðamanninum í Fugloy er tikin upp aftur í dag. Serliga verður leitað støð, sum vóru trupul at koma framat í gjár. Eftir at hava mett um veðrið, er avgerð nú tikin um, hvussu leitingin í Fugloy verður skipað í dag. Eins og í gjár eru tyrla, staðkend fólk, løgregla og hundar partur av leitingararbeiðinum. Leitað varð í allan gjár, men turbulensur gjørdi tað trupult hjá tyrluni at koma framat ávísum støðum. Tí verður serliga farið eftir hesum støðum í dag, umframt leitað verður gjølla annars. Enn hevur løgreglan einki lívstekin funnið frá manninum. Sambært Kristian Martin Joensen á løgreglustøðini í Havn, kom ferðamaðurin til landið 10. januar. Hann er 29 ára gamal og úr Eysturríki. 11. januar fór maðurin við tyrlu út í Fugloyar klokkan 11.30 og skuldi inn aftur við Rituni seinnapartin, men tað gjørdi hann ikki og maðurin er ikki sæddur síðani. Føroyska liðið legði hart út, og var skjótt frammanfyri við fleiri málum. Eitt skifti í fyrra hálvleiki vóru Føroyar á odda við tíggju málum, men grønlendingar fótaðu sær nøkulunda og hálvleikstøðan var 18 11 til Føroyar. Men grønlendska liðið kom ongantíð veruliga fyri seg. Føroyar høvdu tamarhald á dystinum frá byrjan til enda. At enda vunnu Føroyar við fimtan málum 37 22. Jóhan á Plógv Hansen fekk eitt gott korter á vøllinum í gjár, tá hondbóltslandsliðið hjá Danmark spældi fyri aðru ferð í HM endaspælinum, sum er í hseum døgum. Og føroyski vongurin fær góð skotsmál frá eitt nú Bent Nygaard, sum er hondbóltsserfrøðingur hjá TV2 Sport. Hann fekk nøkur góð mál. Hann valdi at royna sjálvur, tá hann fekk fyrsta málmøguleikan og tað spældi væl av. Tað var gott hjá Jóhan á Plógv Hansen at koma inn og fáa eina kenslu av, hvussu tað er at spæla HM, sigur Bent Nygaard við heimasíðuna hjá TV2. Hetta er óveruligt. Eg fekk gásarhold, tá tjóðsangurin byrjaði og tá navnið á mær varð kunngjørt í høllini. Hetta er størsta upplivingin, eg havi havt í hondbólti, sigur hann við TV2. Tyrla, staðkend fólk og løgreglufólk við hundum tóku annars leitingina upp aftur í morgun, men veðrið argar so mikið, at tað ikki er ráðiligt at halda fram í dag. Fox News verturin Jeanine Pirro spurdi í gjár Donald Trump, hví ongar fundarfrásagnir vóru frá fundum hansara við Vladimir Putin, og til tað svaraði Trump, at hann og Putin høvdu eitt gott prát, og at hann einki hevur at fjala. Sambært blaðnum skal Trump minst einaferð hava tikið frásøgnina frá tulkinum, sum var á fundinum, og givið øllum í rúminum boð um ikki at tosa við onnur í stjórnini um prátið teirra millum. Søgan hevur sjálvandi vakt ans í amerikonskum miðlum. Demokratarnir halda tað vera eina gølu, at forsetin dylur fyri, hvat hann og Putin hava tosað um, men forsetin avsannar, at hann hevur fjalt upplýsingar. Myndugleikarnir kanna nú orsøkina til vanlukkuna. Vanlukkur í námum eru rættiliga vanligar í Kina, hóast myndugleikarnir seinastu árini hava roynt at bøtt um trygdina. So nógva tíð hava tingfólk í bretska undirhúsinum um at gera av, um tey atkvøða fyri ella ímóti avtaluni hjá Theresu May, forsætisráðharra, um Brexit. Nógv stendur í váða, bæði politiskt og búskaparliga, og tí leikar hart á í bretskum miðlum í hesum døgum. Politiskir viðmerkjarar av øllum handa slag hava seinastu dagarnar sagt sína hugsan um, hvat undirhúsið eigur at gera. Fleiri vilja hava nýggja fólkaatkvøðu, til dømis fyrrverandi forsætisráðharrarnir Tony Blair og John Major. Núverandi forsætisráðharrin Theresa May ávarar harðliga ímóti nýggjari fólkaatkvøðu, og at undirhúsið atkvøður ímóti avtaluni. Tað hevði verið eitt vanlukkuligt og ófyrigeviligt brot á álitið, sum veljararnir hava víst okkum, tá ið tey atkvøddu fyri Brexit, skrivar forsætisráðharrin sjálv í Sunday Express í dag. Atkvøður undirhúsið ímóti, fer Bretland úr ES uttan nakra avtalu. Tað merkir, at Bretland verður at rokna sum triðjaland, og tað hevur hópin av óhepnum avleiðingum við sær. Almennar tænastur, trygdarviðurskifti, vinnan og bretski búskapurin eru als ikki klár til eitt Brexit við ongari avtalu, men kortini eru nógv tingfólk so ónøgd við avtaluna hjá Theresu May, at tey hava sagt seg vilja atkvøða ímóti. Ein atkvøða skuldi vera í desember, men hon var avlýst, tí May kendi seg ikki vísa í, at hon fór at vera samtykt. Síðsta freist hjá undirhúsinum at samtykkja avtaluna er 21. januar. Á tiltakinum verða latnar tvær virðislønir, filmsvirðislønin Geytin upp á 30.000 krónur, og so Áskoðaravirðislønin upp á 25.000 krónur. 12 . Leikstjórar Hanna Davidsen og Mikkjal Davidsen. Góðastova . Leikstjóri Maria Guldbrandsø Tórgarð Omman . Leikstjóri Julia í Kálvalíð Ikki illa meint . Leikstjóri Andrias Høgenni Julians Stigi . Leikstjóri Atli Brix Kamban Annika . Leikstjóri Heiðrik á Heygum Tyggigummi . Leikstjóri Gudmund Helmsdal Et visit . Leikstjóri Sára Wang Í gjárkvøldið spældi Jóhan á Plógv Hansen sín fyrsta HM dyst nakrantíð. Hann fekk eitt korter á vøllinum, gjørdi tvey mál og er róstur fyri sítt avrik. Sjálvur hevur hann ilt við at trúgva tí, sum hendir í løtuni. Hetta er ótrúliga stórt. Tað er ein dreingjadreymur, sum knappliga er vorðin veruleiki, sigur Jóhan á Plógv Hansen, sum hevur ilt við at lýsa kensluna, tá ein heil høll skrálar eftirnavnið á honum, tá hann kom á vøllin. Hetta hevur gingið ómetaliga skjótt, men eg royni at minna meg á, at eg eri partur av einum HM endaspæli. Tað er ómetaliga trupult at seta orð á, sigur Jóhan á Plógv Hansen. Keypmannahavn var á gosi. Allastaðni fram við Toldboden veittraði Danabrók, og næstan øll skipini, sum lógu í havnini, høvdu vundið flaggið upp á mastrina. Okkurt einstakt skip hevði eisini amerikanska flaggið Stars and Tripes á mastrini. Hetta var tann 4. september í 1909, og øll bíðaðu eftir grønlkandssskipinum Hans Egede. Umborð var amerikanski læknin Frederick A. Cook, sum segði hava verið á Norðpólinum. Í síðstu øld plagdu fronsku myndugleikarnir at senda fangar, sum høvdu fingið lívlangt fongsul, til Franskt Guyana í Suðuramerika at sita dómin. Tað sást næstan á gongulagnum og høvuðburðinum, at hann hevði onkur týðandi ørindi hendan dagin, og hann helt eisini beina leið inn á løgreglustøðina. Á horninum millum gøturnar Hessle Road og South Boulevard í enska býnum Hull stendur ein standmynd. Hon avmyndar ein fiskimann, sum hevur høgru hond á lofti. Hetta er ikki ein vanligur minnisvarði yvir sjólátnar fiskimenn, men heldur ein áminning um ein tilburð, sum í 1904 mundi elvt til kríggj millum Bretland og Russland. Sirius og manningin verða fraktað yvir land til Smolensk og Dnepr á. Ferðin móti Hvíta Russiska markinum vísir seg at gerast alt annað enn avslappandi. Vatnstøðan er ein metur lægri, enn hon átti at verið. Gunnar Nielsen, sum er 42 ára gamal, kom í starvið í Bakkafrosti, sum gjørdist leyst, tá Teitur Samuelsen segði upp, tí hann gjørdist stjóri í P f Eysturoyar og Sandoyartunlum. Hann var hjá Grannskoðaravirkinum Inpact í tveimum umførum, frá 1999 til 2006 og frá 2008 til 2011. Árini 2006 til 2008 var Gunnar Nielsen fíggjarligur ráðgevi í BankNordik. Aftur í dag verður leitað eftir einum ferðamanni, sum fór til Fugloyar fríggjadagin tann 11. januar, men sum ikki er sæddur síðani. Tað var fríggjadagin, at ein maður úr Eysturríki fór til Fugloyar við tyrluni. Maðurin kom út við tyrlu um middagstíð og skuldi inn aftur við Rituni seinnapartin. Men veðrið var einki serligt fríggjadagin, og tí legði Ritan ikki at í Kirkju sum vanligt, men fór til Hattarvíkar í staðin. Eingin ferðamaður var at síggja, hvørki í Hattarvík ella Kirkju. Tað fekk fólk at stúra og løgreglan fekk boð, men tá var longu so myrkt og keðiligt veður, at tað var ikki ráðiligt at fara at leita. Maðurin er 29 ára gamal og kom til Føroyar tann 10. januar. Hann tosaði hálvbrotið enskt og segði seg ætla sær ein túr í fjøllini. Maðurin hevði ein ryggsekk, men var annars ikki serliga væl ílatin, segði vakthavandi á løgreglustøðini í Havn leygarmorgunin. Tyrla, verjuskip, løgreglufólk við hundum og staðkend fólk leitaðu kring alla oynna leygardagin, men enn hevur einki lívstekin verið frá manninum. Tvøroyrar kommuna hevur goldið góðar 6.000 krónur til advoktafelagið Sókn, sum kannaði rættin hjá borgarstjóranum, Kristini Michelsen, at vera bæði borgarstjóri og løgtingslimur. Men næmingarnir hava onki at bjóða, so Thomas sær, at hann má hava onkran at hjálpa sær. Ætlanin fer í gongd, og næmingarnir við. Men náa næmingarnir at finna upp á nóg original hugskot, sum teir kunnu vísa nøkrum at fremstu íverksetarum og bestu heilum í Danmark Landsstýrismálanevndin fer í mikudagin á fund at taka støðu til, um nevndin skal taka málið um byggingina av Skúladeplinum í Marknagili upp. Annita á Fríðriksmørk, limur í nevndini, hevur heitt á Magnus Rasmussen um at fáa landsstýrismálanevndina á fund at viðgerða málið. Hugo skal spæla sína fyrstu konsert. Fyri fyrstu ferð stendur hann á pallinum saman við orkestrinum, sum hann ikki kennir so væl enn. Sending um sjúkrahússtríð í Svøríki. Hvat slag av røkt skal verða uttan fyri stórbýirnar Verður einans pláss fyri stórsjúkrahúsum í framtíðini Tá Mehmet nærkaðist pensjónsaldri hevði hann ætlað sær at lata starvið til næsta ættarlið av skurðlæknum. Men í staðin uppliva hann og Magnus, starvsfelagi hansara, at teir mugu stríðast fyri, at sjúkrahúsið skal yvirliva.V sterviks sjúkrahús er mitt í einum stríði, sum røkkur heilt upp til hægstu politisku røkurnar. Um sjúkrahússtríð í Svøríki. Hvat slag av røkt skal verða uttan fyri stórbýirnar Verður einans pláss fyri stórsjúkrahúsum í framtíðini Tá Mehmet nærkaðist pensjónsaldri hevði hann ætlað sær at lata starvið til næsta ættarlið av skurðlæknum. Men í staðin uppliva hann og Magnus, starvsfelagi hansara, at teir mugu stríðast fyri, at sjúkrahúsið skal yvirliva.V sterviks sjúkrahús er mitt í einum stríði, sum røkkur heilt upp í hægstu politisku røkurnar. Hálvt ár er farið, síðan Hugo gav fyrsta lagið út, og enn eru ikki fleiri komin. Áhugin fyri honum er stórur, nú hann arbeiðir við at geva aðru stakfløguna út og prógva, at hann er meir enn sonur pápan. Síðan hann gav tað fyrsta lagið út, hevur Hugo roynt at finna sín egna hátt at vera poppstjørna. Tí hóast hann hevur poppstjørnublóð frá pápanum Thomas Helmig í æðrunum, so er nógv at læra. Á verkstaðnum hjá Frank fegnast tey. Hann hevur nevniliga fingið góð ráð, nú hann er í ferð við at gera skuffur til køksborðið. Og so er tíðin endiliga komin, tá loftstrappan skal setast í, har sum tann gamla stóð. Pen hevur longu ferðast úr Thailandi til eina lítla bygd við norsku strondina. Men saman við manni sínum Ragnar Thorseth fer hon nú millum stór ísfjøll og firðir í Grønlandi og til túsund ára gamla norrøna søgu. Høvuðsleiklutin í dag spælir ein tann týdningarmiklasta rávøran í køkinum hjá Pricebrøðrunum leykurin Adam og James leggja út við amerikanska comfortsteakhouse klassikaranum Blooming Onion . Síðan verður farið til suðurevropa við tarte Flamb og tarte Tatin og seinast til Miðeystur við libanesiskum fyltum leyki og Talouleh afturvið. Tað krevur mót og venjing at handfara ein køk, sum er fullur av leyki, men brøðurnir eru ikki ráðaleysir, tá tað snýr seg um at sleppa undan sviða og pínu. Hjúnini Martha og Tummas Pauli Mýri úr Klaksvík hava í 12 ár búð í Oslo í Norra. Hon er studentaskúlalærari og hann er júst byrjaður sum vinnu og menningarleidari í norska oljufelagnum DNO. Hetta skúlaárið undirvísir Martha á Glæsi í Havn, og Tummas Pauli ferðast javnan ímillum Oslo og Klaksvík. Elsuba Brimheim Ellis úr Havn hevur búð í USA í 46 ár. Hon er nærum heima í Føroyum á hvørjum ári og tá arbeiðir hon sum avloysari á Lágargarði. Vestmenningurin Fróði Durhuus, sum giftist og búði í mong ár í Hósvík, hevur saman við konuni verið í Norra síðani fyrst í nítiárunum. Nú er hann pensjóneraður, men hann hevur verið ein sentralur maður í norsku alivinnuni. Johan Petur Olsen, sum vaks upp á Strondum, hevur seinastu 20 árini búð í Vancouver í Kanada. Um summarið fiskar hann saman við familjuni í egnum báti í Kyrrahavinum. Gunn Hansen úr Havn er búsett í Andalusia í Spania. Saman við dóttrini býr hon í einari lítlari fjallabygd, har øll húsini skulu vera hvít. Henni dámar sera væl har, men jólini eru hugnaligari í Føroyum, sigur hon. Í 2013 byrjaði samskiftið við Bústaðir um ætlanirnar, og í oktober í fjør skrivaðu Nes kommuna og Bústaðir undir rammuavtalu fyri bæði íbúðarhúsini við tilsamans 18 íbúðum. Allar íbúðirnar hava egna inngongd og terassu ella altan. Góð parkeringsøki verða gjørd við bygningarnar. Eftir ætlan verður annar bygningurin skipaður sum lutaíbúðir. Klárt verður at flyta inn í fyrstu íbúðirnar á heystið 2020, skrivar Nes kommuna. 40 fólk eru farin til arbeiðis í nýggja krivjivirkinum, sum Bakkafrost hevur sett upp í gamla Polarfrost í Vági. Málið er koyra 15.000 tons av laksi gjøgnum virkið um árið, og at arbeiðið skal vera so støðugt sum yvirhøvur til ber. Talan er um best umtóktu útgávuna hjá amerikanaranum Lou Reed, sála, sum bleiv kendur frá sekstiárabólkinum Velvet Underground, ið eisini verður umrøddur í hesum dokumentariska tátti. Lou Reed var ein slóðari í trýssunum og ein kann siga, at hann í 1972 ljóðsetti Transformer í egnari slóð. David Bowie var ein av framleiðarunum. Talan er um rokk, glam rokk, og popp við ávirkanum frá øðrum tónleikasløgum. Sambært dóminum hjá Føroya rætti, verður Mentamálaráðið dømt at viðurkenna, at skúlarnir í Hósvík og Hvalvík verða skipaðir soleiðis, at skúlarnir hava hvør sína sjálvstøðugu leiðslu og skúlastýri, og at undirvísingin umfatar fyrsta, annan og triðja flokk. Nú ber til at søkja um stuðul til tiltøk, sum eru mennandi fyri útoyggjar. Tað upplýsir Heilsu og innlendismálaráðið á heimasíðuni. Henrik Old úr Javnaðarflokkinum tekur í dag sæti á Fólkatingið fyri Sjúrð Skaale, fólkatingsmann, sum fer í farloyvi. Henrik Old sigur, at hann fer at verða í Fólkatinginum í umleið tvær vikur. Hetta er fyrstu ferð, at Henrik Old tekur sæti í Fólkatinginum. Henrik Old gjørdist nummar fimm á listanum hjá Javnaðarflokkinum til seinasta fólkatingsval. Sjúrður Skaale gjørdist nummar eitt á listanum, men hini, sum gjørdist nummar tvey, trý og fýra sita øll í landsstýrinum, og tí verður tað Henrik Old, ið fer at loysa av í Fólkatinginum komandi vikurnar. Vit eru allir á byrjanarstigi og hava fyri tað mesta bara roynt at spæla golf uttanlands, men áhugin fyri einum slíkum felag her í Eysturoynni tykist vera til staðar. Tað fyrsta, sum felagið fer at gera, er at fáa eitt lendi, har vit kunnu spæla golf, sigur Sølvi Reinert Hansen og vísir á, at eitt nú økið oman fyri Hústoft møguliga hevði riggað væl til golf. Enn havi vit ikki tosað við bøndur og onnur, ið vara av teimum ymisku økjunum, men her eru fleiri støð í Eysturoynni, sum hóska seg til tað, vit í fyrstu syftu hugsa um, og tað er ein driving range. Altso eitt økið, har mann bara kann sláa bóltar. Ein veruligur vøllur við fleiri holum kann koma einaferð seinni, sigur Sølvi Reinert Hansen. Robert Lloyd Schellenberg varð í 2014 tikin fyri at hava ætlanir um at smugla 227 kilo av metamfetamini úr landinum til Avstralia. Viðurskiftini millum Kina og Kanada hava verið spent, síðani kanadisku myndugleikarnir eftir áheitan úr USA handtóku Meng Wanzhou, sum er í leiðsluni hjá kinesiska telerisanum, Huawai. Meng er dóttir stovnaran av Huawai, og hon varð latin leys í desember móti veðhaldi. Íslendska fyritøkan Kerecis byrjaði sum ein granskingarverkætlan í 2009 í Ísafirði. Fýra ár seinni, í 2013, fór fyritøkan undir vinnuligt virksemi. Partaeigarar eru bæði íslendingar, amerikanarar, bretar og fraklendingar. Kerecis er við í granskingarsamstarvi, sum amerikanska verjumálaráðið fíggjar, og sum hevur tørv á betri viðgerð til herfólk við lívshættisligum brunasárum. Amerikanska dagblaðið, Miami Herald, hevur tosað við Lee Rogers, doktara, sum er serfrøðingur í fótarøkt, og sum hevur brúkt íslendska tilfarið úr fiskaskræðu til diabetes sár. Tá roðslan er tikin burtur, líkist skræðan nógv mannahúð, sigur hann við blaðið og nevnir fyrimunirnar við nógvu feitu Omega3 sýrunum í skræðuni. Tá tú sker teg, verður økið uttanum vanliga reytt eina tíð, og fólk við diabetes sleppa ikki burtur úr hesi bruna støðuni. Feitu sýrurnar í toskaskræðuni sissa brunastøðuna, sum annars kann steðga lekingini av sárinum, sigur Lee Rogers við Miami Herald. Yvirskriftir um íslendsku fiskaskræðuna komu í ljósmála í USA eftir ringa skógareldin, sum herjaði í Kalifornia, tá skræðan varð brúkt í nýggjari viðgerð til djór, sum vórðu illa brend. Kerecis í Íslandi skrivar á síni heimasíðu, at tey hava sett sær sum mál at gerast heimsins besta fyritøka, tá tað ræður snýr seg um at endurskapa skaddan vevnað. Túsundtals borgarar savnaðust í býum í Póllandi, tá tað í gjár frættist, at borgarstjórin í Gdansk varð deyður av løstunum, sum hann fekk, eftir at vera stungin niður á palli undir einum vælgerðartiltaki sunnukvøldið. The Guardian skrivar, at formaðurin í Europaráðnum, Donald Tusk, sum er úr Gdansk, og sum var vinmaður og politiskur sameindur við Adamowicz, helt røðu. Góði Pawel. Tú noyddist at bíða so leingi, til hesa sorgarstund, fyri at síggja úr erva, hvussu nógv vinfólk tú hevur her í Gadansk, segði Tusk. Eftir at hava stungið borgarstjóran, segði hann við fjøldina av fólki, at hann gav fyrrverandi flokkinum hjá Adamowicz skyldina fyri, at hann varð fongslaður í 2014 fyri fleiri harðskapstilburðir, skrivar The Guardian. Hoyr sendingina her Luttakarar, Petur Hans Dahl, Jóhan á Plógv Hansen, Jóannes Eidesgaard, Marian Klein Ivansdóttir og Theresa Turidardóttir Kreutzmann Hilda Viderø hevur verið trúboðari í Afrika í fleiri umførum. Nú hevur hon stovnað felagsskapin Mirjam, sum snýr seg um hjálp til sjálvhjálp. At hjálpa kvinnum í Afrika til sjálvbjargni við íverksetan, soleiðis at hesar kunnu vinna pening til mat og heim til teirra børn. Bretski forsætisráðharrin, Theresa May, stendur fyri møguligum ósigri í bretska parlamentinum, sum seinni í dag skal atkvøða um hennara avtalu við ES um Brexit. Í gjár heitti hon inniliga á tinglimir um at endurskoða sína støðu til avtalutekstin, men alt bendir á, at meirilutin ætlar at vraka avtaluna, tá atkvøtt verður klokkan 19 í kvøld. Reuters skrivar, at Theresa May vónar at kunna avmarka væntaða ósigurin í kvøld og síðani venda sær aftur til Brússel fyri at fáa longri teymar, so hon kann fáa avtaluna samtykta í parlamentinum seinni. Men verður ósigurin í kvøld stórur, kann tað noyða Theresu May at útskjóta skilnaðin frá ES, sum stendur til at verða 29. mars, og kanska eisini lata upp fyri øðrum møguleikum, so sum eini fólkaatkvøðu avtrat ella at fara úr ES uttan nakra avtalu yvirhøvur. Dominic Raab, sum legði frá sær sum Brexit ráðharri í november, tí hann ikki tók undir við ætlanini hjá May, sigur við útvarpið hjá BBC, at stundin er komin til at fyrireika Brexit uttan nakra avtalu við ES. Theresa May ávarar um, at uttan hennara avtalu, so eru útlitini fyri, at Bretland als ikki fer úr ES nógv størri, enn at Bretland fer úr ES uttan nakra avtalu. Eisini sigur hon, at atkvøður parlamentið ímóti avtaluni, so er vandi fyri, at sameinda Bretland syndrast. Hon ávarar eisini sínar floksfelagar ímóti at lata andstøðuflokkin, Labour, fáa fastatøkur á politisku støðuni nú. Jeremy Corbyn, formaður í Labour, ætlar at seta fram uppskot um misálit á Theresu May, um hon tapir atkvøðugreiðsluna í parlamentinum í kvøld. Maðurin er dømdur fyri stinga ein mann, sum er føddur í 1962, tríggjar ferðir við saksi um sekstíðina sunnumorgunin 26.august í fjør. Revsingin fyri slíka brotsgerð er vanliga hálvtannað ár, men av tí tann 29 ára gamli maðurin er dømdur fyrr í einum máli, sum hevur týdning fyri hetta málið, kravdi ákæruvaldið og fekk eisini tvey ár. Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevndini í býráðnum í Klaksvík, sigur, at á pappírinum skal rennibreytin verða liðug síðst í hesum árinum. Hetta er eisini tann bygnaður, sum Mentamálaráðið góðtók í fyrstani, men broytti eftir, at Løgtingsins umboðsmaður hevði sagt sína hugsan um málið. Fyrrverandi bankaleiðslan í kollsiglda Capinordic skal rinda endurgjald til Fíggjarligt Støðufesti, og endurgjaldið er 89 milliónir krónur. Hetta rættarmálið er eitt av átta móti leiðslum í kollsigldum bankum í danska ríkinum, og tað fyrsta, sum Hægstirættur hevur tikið støðu til. Dómurin hjá landsrættinum í rættarmálinum móti fyrrverandi leiðsluni í danska Eik banka er eisini kærdur til Hægstarætt, og úrskurðurin í Capinordic málinum er áhugavert í so máta. Capinordic Bank verður kallaður bankin fyri tað betra slagið , tí bankin hevði fáar kundar, sum á pappírinum vóru sera ríkir, men eisini serstakliga váðafúsir. Capinordic fór á húsagang í 2010. Stovnurin hjá statinum, Fíggjarligt Støðufesti, tók um endan og staðfesti eitt tap uppá 1,3 milliardir krónur. Advokatkanning vísti, at útlánsvirksemið var fremsta orsøk til, at bankin fór um koll, og at kredittveitingin í fleiri førum hevði verið ábyrgdarleys . Í 2015 dømdi landsrætturin fyrrverandi nevndarformannin, Claus Ørskov, fyrrverandi nevndarlimin, Lasse Lindblad og fyrrverandi stjóran, Henrik Juul at rinda Fíggjarligum Støðufesti 90,5 milliónir í endurgjaldi fyri níggju óforsvarlig lán, men teir blivu fríkendir fyri høvuðsákæruna um ábyrgdarleysan bankarakstur sum heild. Marner Jacobsen, nevndarformaður, Henrik Ørsted, næstformaður og stjórarnir, Jesper Clausen og Kim Sandberg, blivu bara lutvíst dømdir í tí eina málinum, og teir skulu rinda Fíggjarligum Støðufesti 28,6 milliónir krónur í endurgjaldi. Tvær aðrir landsrættardómar av hesum slagi eru kærdir til Hægstarætt Dómurin móti fyrrverandi leiðsluni í Amagerbanka og Roskilde banka. Løgreglan heitir á fólk, sum hava sæð ella hoyrt nakað til ferðamannin, um at venda sær til politistøðina í Havn á tlf. 114 ella 351448. Løgreglan skrivar, at leitað hevur verið á oynni við staðkendum og løgreglufólki við hundum. Harumframt hava tyrlan og Brimil leitað kring oynna. Men einki hevur verið at frætt frá manninum, sum fór út til Fugloyar við tyrluni um middagsleitið fríggjadagin 11. januar. Hann skuldi inn aftur við Rituni seinnapartin. Men veðrið var einki serligt fríggjadagin, og tí legði Ritan ikki at í Kirkju sum vanligt, men fór til Hattarvíkar í staðin. Eingin ferðamaður var at síggja, hvørki í Hattarvík ella Kirkju. Maðurin er 29 ára gamal og kom til Føroyar tann 10. januar. Hann tosaði hálvbrotið enskt og segði seg ætla sær ein túr í fjøllini. Maðurin hevði ein ryggsekk, men var annars ikki serliga væl ílatin. Løgreglan heitir á fólk, sum hava sæð ella hoyrt nakað til ferðamannin, um at venda sær til politistøðina í Havn á tlf. 114 ella 351448. Í eini roynd at loysa trupulleikan viðvíkjandi manglandi dagstovnapláss, verður Hoydalar karmur um nýggjan, fyribils dagstovn, ið skal rúma um 100 børnum. Tað skrivar Tórshavnar kommuna nú á heimasíðuni . Hóast fleiri enn 125 dagstovnapláss eru fingin til vega seinastu 18 mánaðirnar, er trupulleikin enn stórur, og tørvurin á dagstovnaplássum er ikki nøktaður. Í løtuni eru tríggjar út og umbyggingar av stovnum í gongd, sum verða lidnar komandi mánaðirnar. Tær eru Fríðriksgarður Brúni skúli , Býlingshúsið Inni á Gøtu og Býlingshúsið í Maritugøtu. Samlað er talan um í alt fleiri enn 75 pláss aftrat. Ætlanin er, at í byggitíðini verður lonin í Hoydølum skipað sum dagstovnur, har umleið 100 børn kunnu vera. Men Tórshavnar kommuna metir ikki, at hetta er nóg nógv. Kommunan arbeiðir tí við ítøkiligum ætlanum um at byggja tveir stovnar aftrat út í ár, so at út ímóti 100 nýggj pláss verða fingin til vega. Væntandi verður endalig støða tikin til útbygging av Býlingshúsinum Vesturi á Flat í næstum. Í uppskoti er at byggja fýra nýggjar stovur. So skjótt býráðið hevur samtykt byggiætlanina, verða hesi plássini Vesturi á Flat bjóðað út í BARN, tó so, at børnini byrja í Hoydølum saman við starvsfólki á stovninum. Útbyggingin Vesturi á Flat tekur væntandi umleið 1 ár, og tá flyta børnini niðan á stovnin. Sambært Tórshavnar kommunu er lonin í Hoydølum sera væl egnað sum dagstovnur við góðum og rúmligum hølum, meðan uttanduraumhvørvið bæði er vakurt og hugnaligt. Ætlanin er eisini at seta upp spælipláss. Stongdi geirin kring gamla kjarnorkuverkið í Tjernobyl er broyttur til haga eftir vanlukkuna í 1986. Anders Lundin vitjar økið og upplivir ymiskt út yvir tað vanliga. Djór og náttúra hava tikið yvir, blómur og trøð treingja seg upp ígjøgnum asfalt og betong. Linda Olofsson vil hava meir at vita um eitt av dýrunum, sum stórt kjak hevur verið um í Svøríki, villsvínið. Mansliðið hjá Kyndli fór til Danmarkar at royna seg í 1962 og stóð seg væl. Teir vóru á ferð í Íslandi í 1965 og fingu eisini góð úrslit har. Í 1970 var Kyndil uppi í at reisa fyrstu ítróttarhøll í Havn. Í 1984 kom Gundadalshøllin, sum trý feløg bygdu. Í 1985 fekk Kyndil venjara úr Prag. Hetta var eitt nýbrot. Jóannes fór í 1963 at arbeiða á skrivstovuni hjá Hanusi við Høgadalsá, sum var reiðari á Ólavi Hvíta, Tungufossi og Boðanesi. Skrivstovan umsat tann nýggja Húsalánsgrunnin, sum Jóannes hevði um hendi. Mong listafólk og onnur vitjaðu inni á skrivstovuni uppi undir væðingini í Føroya Banka. Húsalánsgrunnurin var mitt í meldrinum, tá fíggjarkreppa var í nítiárunum. Sethús í hópatali vórðu lýst á tvingsilssølu. Grunnurin tók stig til tingingar við peningastovnar um ta sonevndu sethúsaloysnina. Hon miðaði ímóti at sleppa undan tvingsilssølum. Jóannes Dalsgarð heldur, at sethúsaloysnin í allari neyðini bjargaði eini 2000 húsum frá tvingsilssølu. Eitt skifti áttu Jóannes og svágur hansara nótabátin Boðanes , sum fiskaði sild og laks. Hann var leingi formaður í Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag og eisini aðalstjórnarformaður. Jóannes og konan Guðrun trívast væl á Berjabrekku, har tey hava búð í smá 30 ár. Tað er ein kunstur at taka myndir og filma djór og náttúru, men tað kann eisini vera rættiliga vandamikið. Bóghvítuhvalur er eitt av havsins størstu djórum. ES samstarvið byrjaði formliga í 1951 sum ein Kol og Stáluniónin, og samstarvið varð stovna av teimum seks londunum Belgia, Frakland, Holland, Italia, Luksemburg og Týskland. Avtalan var ein handilsavtala, men høvuðsendamálið var sum heild var at forða fyri kríggi, og at tryggja frið í Evropa, vísur Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur á. Bretland var ikki millum tey seks londini, sum stovnaðu ES, og eitt møguligt brexit fer neyvan at skaka grundarlagið undir ES, tí undirtøkan fyri ES er framvegis stór, heldur Hans Andrias Sølvará. Nón hevur tosað við Hans Andrias Sølvará um søguna handan ES, hvussu ES hevur ment seg gjøgnum tíðina, hvørji argument hava verið fyri og ímóti ES, og hvønn týdning Brexit kann fáa fyri ES. Ein jaguarur smoykir sær fram við sjóvarmálanum, og ein osilotur klívur í einum træi. Joakim Odelberg er á veg til Pantanal í Brasilien, eitt serstakt stað, sum er á listanum hjá Unesco yvir serstøk, varðveitingarverd støð. Samstarvið millum Føroyar og Evropasamveldið er grundað á tríggjar sínámillum sáttmálar, sum snúgva seg um ávikavist fiskiveiðu, handil og gransking. Fáar avmarkingar eru fyri innflutningi av vørum úr ES til Føroya. Men tá talan er um atgongd fyri føroyskar vørur til ES marknaðinum eru undantøk og avmarkingar á landbúnaðar og fiskivinnuøkinum, og landsstýrið virkar áhaldandi fyri at betra marknaðaratgongdina fyri fiskavørur til evropeiska marknaðin. Í fjør fóru 44 prosent av okkara útflutningi til ES lond, og 55,9 til lond uttan fyri ES, tá er talan serliga um fiskavørur til Russlands, men eisini útflyta vit lutfalsliga nógv til USA. Av samlaða innflutninginum til Føroyar í fjør komu 71,4 úr ES londum, harav 37 prosent úr Danmark, og hini 28,6 prosentini úr londum uttan fyri ES. Men til ber at samstarva um fleiri onnur viðurskifti enn handilsviðurskifti og fiskivinnu, og tað kann verða við til at víðka sjónarringin hjá ES um Føroyar, og møguliga gera tað lættari at samráðast um eitt nú nýggja handilsavtalu við ES. Hetta arbeiðir landsstýrið við, sigur Kate Sanderson, ráðgevi hjá Uttanríkis og vinnumálaráðnum. Kate Sanderson var eisini í fleiri á sendikvinna Føroya í Brússel, men flutti aftur til Føroya í heyst. Hon vísur á, at eitt nú ber til at samstarva um útbúgving og grøna orku, sum fleiri lond í ES hava stóran áhuga í. Sendistova Føroya til Evropasamveldið hevur sum uppgávu at virka Føroyum til frama á evropeiska meginlandinum, og og sendistovan røkir sambond við avvarðandi myndugleikar í ES í samstarv við ráðini í Føroyum. Nón tosaðu við Kate Sanderson um sambandið millum Føroyar og ES, og hvussu hetta samstarvið og sambandið er skipað, nú fokus er á ES, tí Bretland ætlar sær úr samveldinum. Heimsins vátlendi eru lívsneyðug fyri nógv djórasløg. Everglades í Florida er eitt av mest kendu vátlendum í USA og Joakim Odelberg sveimar út yvir óendaligu ánna av grasi . Umráðið er eitt paradís hjá alligatorum, men í paradísi eru ofta óbodnir gestir. Filip Dikmen hevur rakt væl á Instagram og Youtube við Suleyman og Chantelle. Bella hittir Filip á universitetinum, har hann lesur jura. Hann fortelur, hvat tað er, sum drívur verkið, og hvat hann vil við hesum kendu leikpørtunum. Fiskiskapur var fremsta inntøkukelda í Noregi í fleiri hundrað ár. Í dag er hann framvegis av stórum týdningi fyri landið. Og tað eru ikki einans teir, sum hava tað sum yrki, sum leita til Lofoten at veiða av teimum øðiligu fiskamongdunum, sum koma inn úr Barentshavinum hvønn vetur. Stutt eftir at farna øld var komin í helvt tóku seks lond stig til at stovna felagsskapin, sum vit í dag kenna sum ES ella Europeiska Samveldið. Og júst hendan týsdagin skal Undirhúsið í Westminster atkvøða um eina skilnaðaravtalu, nú Bretland fer úr ES. Hesin tematýsdagurin hevur tí ES og Brexit sum evni. Vit taka pulsin í enska høvuðsstaðnum, ES høvuðsstaðnum og í skotska høvuðsstaðnum. Áki Johansen er føroyskur sendimaður í London Elin Mortensen starvast sum sendikvinna í Bruxelles og Brynhild Weihe lesur løgfrøði í Edinburgh. Hvat var endamálið Evropasamveldinum, hvussu hevur hilnast og hvør verður framtíðin. Vit perspektivera, tá Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur, kemur á gátt. Hvørjar eru vánirnar, nú Undirhúsið tekur støðu til Brexit, og hvat merkir hetta fyri føroyingar Hesar og aðrar spurningar seta vit Hallu Nolsøe Poulsen, ið er forkvinna í føroyska Brexitbólkinum. Jógvan Skorheim úr Sjálvstýri og Bjarni Hammer úr Javnaðarflokkinum eru farnir til London í samband við Brexitatkvøðugreiðsluna í Westminster. Vit spyrja, hvat teir vænta at fáa burturúr. Eitt samt løgting tók undir við at Føroyar skuldi veri uttanfyri EEC, sum ES nevndist tá. Men hvat halda føroyskir politikkarar í dag Orðaskifti millum Sjúrð Skaale, fólkatingsmann fyri Javnaðarflokkin, og Hanus Samró, skrivara í Fólkaflokkinum. Ruth Vang, forkvinna í Fíggjarnevndini sigur, at málini, sum liggja í nevndini, tola at bíða, til loysn er funnin á ógreiðu støðuni, sum íkom tá Kristin Michelsen varð koyrdur úr Javnaðarflokkinum. Kanningin er gjørd yvir tveir mánaðir og tá gangurin var mest, var hann 69 desibel. Markið, sum heimsheilsustovnurin, WHO, hevur sett, er 53 desibel. Tórshavnar havn, Tórshavnar kommuna, Faroe Pelagic og Umhvørvisstovan hava í felag biðið um kanningina, sum Steingrund Akustik hevur gjørt. Kanningin skal tryggja grundleggjandi vitan um ljóðviðurskiftini í Kollafirði. Hoyr samrøðu við Esmar Heinesen, bónda á Viðareiði, og samrøðu við Jóhan Paula Helgason, menningarleiðara hjá Visit Faroe Islands. Bretski forsætisráðharrin, Theresa May, tapti stórt, tá bretska undirhúsið í kvøld vrakaði hennara Brexit avtalu við 432 atkvøðum ímóti og 202 fyri. Tað verður hildið, at andstøðuleiðarin, Jeremey Corbyn, fer at taka stig til eitt misálit á stjórnina. Hann skýrdi atkvøðuna eina vanlukku . Umframt sangir av Prequelle útgávuni hjá Ghost, so er eisini tónleikur við William Prince, Joe Bonamassa, Snow Patrole, Slaves og øðrum at hoyra. Klokkan 9 fyrrapartin fer landsstýrismálanevndin á fund at taka støðu til, um nevndin skal upp málið um fyrisitingina hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnuni, av málinum um byggingina av skúladeplinum í Marknagili. Tað er Annita á Fríðriksmørk, tingkvinna fyri Tjóðveldi, og limur í landsstýrismálanevndini, ið hevur biðið formannin kallað nevndina saman. Meirnýtsla er staðfest í samband við byggingina, millum annað játtaði Løgtingið 7 milliónir til eina flagtekju, men peningurin var nýttur til okkurt annað. Nevndin eigur at viðgera um Mentamálaráðið og landsstýriskvinnan hevur hildið sínar eftirlitskyldur og um brot er framt á ábyrgd landsstýrismanna, sigur Annita á Fríðriksmørk í skrivnum til landsstýrismálanevndina. Símun Johan Wolles var bátasmiðjur, hetta starv tók hann eftir sín. Í sendingini verður prátað við hann um millum annað amboð sum verða nýtt til bátasmíð. Lagt til rættis Finnbogi Ísakson. Sóknin hevur rætt til helvtina av vatninum í brunninum í bergholinum, og so eru onnur, sum eisini hava rætt til part av vatninum, so sum MBM, Føroya Bjór og smápartafelagið Kervi. Men nógv av vatninum rennur á sjógv, og tað er hetta avlopsvatnið, sum nýggja smoltstøðin hjá Bakkafrosti fer at brúka í síni framleiðslu. Smoltstøðin skal eftir ætlan ala tríggjar milliónir smolt árliga, og tey skulu viga hálvt kilo, áðrenn tey verða sett út í ringarnar. Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti, segði við sjónvarpið í gjár, at 12.000 fermetrar skal vera rúmmetrar av kørum eru neyðugir til smoltalingina, og tí verður nýggja virkið umleið 10.000 fermetrar til støddar. Avgerðin hjá kinesisku myndugleikunum at døma ein kanadiara til deyða fær nú kanadisku myndugleikarnar at ávara sínar landsmenn ímóti at fara til Kina. 36 ára gamli, Robert Lloyd Schellenberg, varð í november dømdur 15 ára fongsul fyri narkotikasmugling. Í gjár varð dómurin broyttur til deyðarevsing. Justin Trudeau, forsætisráðharri, segði, at hann er stúrin um deyðadómin, og tað eigur allur heimurin at verða. Trudeau sigur, at dómurin er tilvildarligur. Schellenberg varð tikin í 2014. Hann varð dømdur 15 ára fongsul fyri at hava verið við til at smugla 222 kilo av metamfetamin inn í Avstralia, sum vórðu krógvað í einum bildekki. Familjan hjá norsku kvinnuni, Anne Elisabeth Hagen, sum varð rænd 31. oktober í fjør, biður nú rænararnar um at seta seg í samband við familjuna. Familjan vil hava Onnu Elisabeth heimaftur í øllum góðum so skjótt sum til ber, sigur Svein Holden, sum er advokatur hjá familjuni, við norska TV2. Fáa tey váttan um, at alt veit væl við hjá henni, er familjan til reiðar at finna eina loysn, so hon kann verða latin leys, sigur Svein Holden. 68 ára gamla Anne Elisabeth Hagen varð rænd í heimi sínum í Lørenskog uttan fyri Oslo 31. oktober í fjør, og síðani hevur einki lívstekin verið frá henni. Í einum skrivi, sum rænararnir lótu eftir seg, kravdu teir loysigjald, og teir hóttu við at drepa kvinnuna, um løgreglan kom upp í málið. Síðani hevur lítið samband verið við gerningsmenninar, tí teir eru farnir at brúka ein talgildan samskiftispall, sum er illa egnaður at samskifta á, sigur løgreglan. Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, fer í dag at kunngera eina nýggja heilsunýskipan, og hon ber í sær, at regiónsráðini verða tikin av. Regiónirnar verða kortini varðveittar sum ein umsitingarlig eind, men skipanin at velja fólk beinleiðis í regiónsráðini verður tikin av. Stjórnin ætlar í staðin at skipa 21 heilsufelagsskapir, sum skulu tryggja eitt tættari samband við tey, sum hava brúk fyri sjúkraviðgerð. Faroe Petroleum noyddist í síðstu viku at geva skarvin yvir í eini sonevndari fíggindaligari yvirtøku , sum norska, DNO, stóð fyri. Graham Stewart sigur við blaðið, at hann roknar við, at hann og hinir leiðslulimirnir í Faroe Petroleum fara undir nýtt oljuleitingar og framleiðsluvirksemi. Nógv partabrøv eru til keyps, og nógvir leitingarbrunnar eru at bora. Vit hava nógv góð sambond, og hava lært nógv hesi árini, sigur Graham Stewart. Eftir beiska stríðið, sum altso endaði við, at DNO vann og yvirtók Faroe Petroleum, segði Graham Stewart við Fiancial Times, at tað mest nátúrliga hjá sær er at brúka sínar royndir og vitan í bretskum og norskum sjógvi. Ognarluturin hja Graham Stewart í Faroe Petroleum er verdur meira enn 100 milliónir krónur, og tað sigst, at hann fær 137 milliónir krónur við sær úr felagnum. Klebersteinur er heimsins mjúkasti steinur. Hvussu kundi hesin steinurin verða brúktur til at byggja Nidaros dómkirkju, tá tey í Evropa brúktu heilt annað slag av steini Øystein Jansen kannar søguna á Bømlo, Folgefonna, Leka og í Tróndheimi. Í sambandi við 50 ára føðingardagin hjá Krúnprinsinum í mai 2018, rann Krúnprinsurin Royal Run saman við 70.000 luttakarum í fimm ymiskum býum í Danmark. Vit høvdu vitjan av Krúnprinsfamiljuni seinasta summar, men høvdu ikki ímyndað okkum, at Krúnprinsurin fór at vera so skjótur aftur, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri, sum tó leggur aftrat, at hann undir veitsludøgurðanum í Spinnarínum spurdi, um tað ikki var ein møguleiki, at hava Royal Run í Klaksvík. Góða móttøkan uttanfyri Norðoya Sparikassa, har føroyskir rennarar frá Royal Run 2018 tóku ímóti Krúnprinsafamiljuni, hevur heilt sikkurt eisini havt sína ávirkan, at Klaksvík varð valt sum staðið, har renningin skuldi vera, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri. Hvíta Russland, kallað seinasta einræðið í Evropa, vísir seg frá síni allarbestu síðu, tá Sirius er fast í Dnepr á. Allar góðar kreftir toga bókstaviliga sama veg, so dreingirnir ikki einans enda við døgurðaborðið hjá bjargingarleiðaranum, men eisini í tíðindunum hjá statssjónvarpinum. Roknast kann við, at broytingar og avlýsingar verða á sjógvi og landi, sigur Strandferðslan á heimasíðuni. Strandferðslan heitir tí á fólk um at kunna seg um ferðslubroytingar. Brexit hongur í leysum lofti, nú Theresa May, forsætisráðharri, hevur fingið Undirhúsið í Westminster ímóti sær í skilnaðaravtaluni við Evropasamveldið. Hvussu er í Føroyum. Føroyar avgjørdu ikki at fara upp í EEC fyrst í 1970 árunum, tá ið Bretland annars fór uppí. Og síðan hevur semja verið um, at ES er ikki fyri okkum. Men er tað gott, um ES syndrast Og hvørjar eru hugsjónarligu grundirnar fyri at vera fyri og ímóti Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur skrivað bóklingin Ja til Evropa , og Hanus Samró, skrivari hjá Fólkaflokkinum, hevur skrivað bókina Stríðið um 200 fjórðingar eisini ein spurningur um EF . ES er fantastiskt, og tað er ein katastrofa, um ES dettur sundur, sigur Sjúrður Skaale. Eg eri ikki bangin, um ES syndrast, sigur Hanus Samró. Hanus Samró er ímóti ES. Sjúrður Skaale er fyri. Men teir eru samdir um, at so leingi ES stýrir við tí felags fiskivinnupolitikki, sum nú er, ber illa til hjá føroyingum at fara uppí. Team Bachstad er á ferð, og nærkast nú markinum til Ukraina. Elvelos Tore Mentyjærvi noyðist á sjúkrahús við bruna í knænum, meðan Øystein og Rune koma í diplomatiska neyð á ánni millum Hvíta Russland og Ukraina. Soleiðis sigur Linda av Fløtum, námsføðingur, sum júst er úbúgvin motorikkvegleiðari. Hon er millum tey 26 fólkini, sum í eitt ár hava nomið sær hesa útbúgvingina. Tað er Guðrun Horn, sum hevur fingið henda útbúgvingarmøguleikan til Føroya. Sambært henni eru tað alt ov nógv børn, sum ikki eru nóg væl fyri motoriskt Børn í dag sita ov nógv og røra seg sum heild alt ov lítið. Tey hava brúkt fyri at hoppa, klatra og brúka kroppin, soleiðis at kroppurin fær avbjóðingar og á tann hátt kann mennast motoriskt, sigur Guðrun Horn. Í morgunsendingini greiddu Linda av Fløtum, Annika Østerø og Guðrun Horn frá trupulleikanum av, at børn ikki eru nóg væl fyri motoriskt. Báturin Sirius er umvældur í høvuðsstaðnum í Ukraina, Kiev, síðan gongur ferðin eftir Dnepr. Tore mynstrar av, Øystein og Rune fara til Svartahavið. Magnus Rasmussen, formaður í Landsstýrismálanevndini, vísir á, at her er talan um eitt mál, sum hevur verið í løgtinginum. Enntá sum uppskot um misálit á landsstýriskvinnuna. Málið vendir øvugt. Tað er viðgjørt í politisku skipanini, og enntá hava limirnir í Landsstýrimálanevndini givið til kennar, hvørja støðu vit hava til hetta málið, sigur Magnus Rasmussen. Magnus Rasmussen hevur alla tíðina verið sannførdur um, at hetta er ikki eitt mál fyri Landsstýrismálanevndina. Tað gjørdi hann greitt í samrøðu við útvarpið 21. desember. Magnus Rasmussen vísti tá til grein 5, stk. 6 í skipanini fyri landsstýrismálanevndina, har tað stendur at nevndin tekur ikki mál til viðgerðar, tá ið málið snýr seg um, at ein meirútreiðsla er hildin, sum ikki er lógarheimild fyri. Kærur um slík mál verða send løgtingsgrannskoðarnum til víðari viðgerð. Løgtingsformaðurin hevur tvær ferðir av tingsins røðarapalli, víst á, at politiska ábyrgdin liggur hjá landsstýriskvinnuni í mentamálum. Men Rigmor Dam hevur tó ikki tikið avleiðingarnar, hóast landsstýrisfólk áður eru farin frá fyri minni enn hetta, sigur Kári P. Højgaard, varalimur í Landsstýrismálanevndini fyri Jógvan Skorheim. Annita á Fríðriksmørk vildi hava málið kannað í Landsstýrismálanevndini. Løgtingskvinnan vísir á, at undir orðaskiftinum um misálit á Rigmor Dam 19. desember í fjør varð nevnt, at hetta var eitt mál fyri Landsstýrismálanevndina. Tí valdi hon at leggja málið fyri Landsstýrismálanevndina, har hon sjálv situr. 5. Løgmaður ella landsstýrismaður verður revsaður, um hann tilætlað ella av grovum ósketni skúgvar til viks tær skyldur, sum liggja á honum sambært løgtingslóg um stýrisskipan Føroya ella lóggávuni annars ella starvsinnihaldi hansara. Stk. 2. Ásetanin í stk. 1 er eisini galdandi, um so er, at løgmaður ella landsstýrismaður gevur løgtinginum skeivar ella villleiðandi upplýsingar, ella um hann, tá løgtingið viðger eitt mál, tigur við upplýsingum, sum eru av stórum týdningi fyri tingsins meting av málinum. Finn hevur krabbamein og fer inn á eina lítla viðgerðarstovu á Falster at fáa styrkt um mótstøðuførið. Her koma fólk við stórum og smáum trupulleikum at fáa sær akupunktur og massasjuviðgerð frá Hassans hondum. Í røðini fylgja vit nøkrum sjúklingum. Hoyr sendingina her Luttakarar, Jógvan Skorheim, Guttorm Sørensen, Linda av Fløtum, Annika Østerø, Guðrun Horn, Claus Reistrup, Birgir Enni, Hans Eli Hansen, Rani Nolsøe og Jógvan Andreas Joensen. Tað er altjóða Holocaust dagur 27. januar. Róland í Skorini sigur frá hesum degi og hví tað er so umráðandi at minnast til ræðuleikarnar undir seinna heimsbardaga. Elsa í Skorini sigur frá bygdini Le Chambon á háslættanum í Fraklandi. Har vóru í árunum 1940 45 umleið 5000 jødar bjargaðir. Hetta staðið varð hildið at vera tryggasta stað hjá einum jøda at vera hesi ræðuligu krígsár. Myrka og ræðuliga síðan hevur eisini eina ljósa. Tað var í Nordmandsdalen við Fredensborg at Merkið fyrstu ferð var víst alment fram, og merkisberari var Kjartan Mohr, ið seinni stovnaði Tórshavnar Skipasmiðju. Kjartan var tá lærlingur á Helsingør Skipsværft. Merkið var teknað av tí táverandi stud. jur. Jens Olivur Lisberg úr Famjin saman við Janusi Øssursyni og Paula Dahl. Felagið Føroysk Træseglskip gjørdi á aðalfundinum 3. november 2017 av, við støði í uppleggi frá einum arbeiðsbólki, at skipa fyri sigling til Danmarkar í 2019 við einum 6 7 gomlum føroyskum træskipum. 5 av hesum hava av Tjóðsavnum fingið átekning sum mentanarsøgulig skip. Mentanarsøgulig, tí skipini umboða eitt slóðbrótandi tíðarskeið í føroyskum vinnulívi, ið legði lunnar undir dagsins føroyska samfelagið og eina tjóðskaparliga sjálvsfatana. Felagið setti ein arbeiðsbólk upp á sjey fólk, sum fór undir innleiðandi fyrireikingar av flaggsiglingini við støði í upplegginum. Hetta bar í sær, at ein samlað ætlan fyri siglingina umframt fíggjarætlan vóru gjørdar. Innleiðandi samband var eisini tikið við havnir og stovnar, har flotin fer at leggja at. Siglt verður úr Føroyum 16. mai 2019, og fyrsta málið fyri siglingina verður Odense, har føroyski flotin tann 23. til 26. mai 2019 fer at luttaka í Odense Havnekulturfestival. Føroyski flotin fer at leggja at við Nordatlantisk Hus, ið er karmar og samlingarstaður fyri íslendingar, grønlendingar og føroyingar, sum eru búsitandi á Fyn. Húsið skal vera við til gera tey trý londini í Norðuralantshavinum sjónlig fyri borgararnar á Fyn. Samband er við føroyingar í Odense, sum fara at vera okkum til hjálpar við at skipa fyri serligum føroyskum tiltøkum teir tríggjar dagarnar, skipini liggja við bryggju við Nordatlantisk Hus. Frá Odense verður siglt víðari til rhus, har flotin fer at liggja við bryggju við Dokk 1, ið millum annað rúmar eitt mentanarhus og høvuðsbókasavnið í býinum. Í rhus verður skipað fyri ymiskum framsýningum og tónleikatiltøkum. Somuleiðis verður tann nýggja og sera nógv rósta og umtalaða føroyska matmentan ikki bara sýnd fram, men høvi verður eisini at fáa smaksroyndir. Frá rhus verður siglt móti Keypmannahavn. Eftir ein stuttan steðg í Helsingør frá 29. til 30. mei, har vit hava opið skip og kunning um Føroyar í skúlum á staðnum, verða skipini snøggað til, siglt verður víðari til Keypmannahavnar, har vit koma tann 30. mai. Lagt verður til kei við Norðuratlantsbryggjuna umleið klokkan 14. Meðan flotin er í Keypmannahavn, verður føroyski parturin av Norðuratlantsbryggjuni millum annað brúktur til listaframsýning, tónleikatiltøk, kunning um føroyska gastonomi íroknað smaksroyndir , føroyska sniðgeving og ferðamøguleikar til og í Føroyum. 2. juni 2019 fara vit at hátíðarhalda, at Merkið fyllir 100 ár. Fyrst fara skipsmanningar saman við føroyingum í Keypmannahavn í skrúðgongu frá Norðuratlantsbryggjuni til Regensen, har Merkið fyri fyrstu ferð var havt á víðum lofti í mai 1919. Tað var frá vindeyganum í kamar nummar 16 á gongd 7. Eitt lítið minningarháld verður har, og eitt føroyskt kór fer at syngja. Síðani verður farið til gudstænastu í Holmens Kirkju. Frá Holmesn Kirke verður farið í bussum til Nordmandsdalen, ið er partur av Fredensborg Slothave. Tað var har, at Kjartan Mohr 2. juni 1919 gekk á odda við Merkinum, tá ið tað fyri fyrstu ferð alment var sýnt fram. Farið verður í skrúðgongu til Nordmandsdalen, og Mouritz Mohr, abbasonur Kjartan, fer at ganga á odda, berandi Merkið. Tá komið er fram, fara umboð fyri Føroya Landsstýri umframt Jógvan Arge at halda røðu, og eitt føroyskt kór fer at syngja. Væntandi verða nógvir føroyingar við til tiltakið í Nordmandsdalen, ti øll føroyingafeløg í Keypmannahavn og á Sjællandi eru kunnað um tiltakið. Í Keypmannahavn eins og í hinum havnunum, har flotin leggur at, verður opið skip, so fólk á staðnum fáa høvi at sleppa undir dekk og síggja tey viðurskiftini, sum manningarnar livdu og arbeiddu undir, tá ið skipini vóru til fiskiskap undir Íslandi ella Grønlandi. Við hvørt skipið er myndatalva við øllum týðandi upplýsingum um skipið. Felagið Føroysk Træseglskip fer at framleiða ein lítlan faldara, sum í stuttum lýsir tann týdning, sum sluppirnar høvdu fyri menning av føroyska vinnulívinum og sostatt eisini av samfelagnum. Í faldaranum verður eisini greitt frá, hvussu føroyski fiskiflotin hevur ment seg til í dag at vera hypermoderrnaður , men vist verður eisini á, hvussu føroyskar fyritøkur hava megnað at ment ein laksaídnað, ið framleiðir eina vøru í heimsflokki. 5. juni siglir flotin til úr Keypmannahavn til Ebeltoft, har flotin fer at liggja við bryggju við Fregatten Jylland. Fregatten Jylland hevur tríggjar ferðir verið í Føroyum. Fyrsta ferð var í 1862 og síðan í 1872. Síðsta ferðin var í 1874. Tá var Fregatten Jylland í Føroyum sum kongaskip við Chr. IX umborð. Í Ebeltoft verður millum annað skipað fyri málningarframsýning umframt ymiskum tónleikatiltøkum. Sunnudagin 9. juni fer flotin at sigla heimaftur. Á veg til Føroya fer flotin at leggja at í Lerwick fyri at kunna hetlendingar um tann týdning, sum avgerðin hjá bresku stjórnini at góðkenna Merkið sum føroyskt tjóðflagg hevði fyri samleika føroyinga. Roknað verður við, at skipini verða aftur í Føroyum 16. juni. Flaggsigling 2019 er sett saman sum ein blandingur av mentanarligum og vinnuligum tiltøkum. Av tí sama verður stórur dentur lagdur á, at tær luttakandi føroysku fyritøkurnar fáa høvi at sýna fram teirra vørur, og at tey vitjandi fáa nakrar góðar upplivingar, sum kunnu kveikja áhuga fyri Føroyum. 13 ára gamla Ena hevur fingið ein svull í heilanum tiknan burtur, hon hevur partvís mist andlitsbragdið og fær ikki smílst longur. Tí fer hon at fáa viðgerð frá Hassans hondum. Hassan fer eisini til Dubai, har hann skal viðgera ein prins og ein vælhavandi forrætningsmann. Bettina hevur fingið lív í aftur mannin, eftir at hann fekk hjartasteðg. Nú er hon plágað av deyðsangist og fer á eina viðgerðarstovu í Falster, so hon kann fáa hjálp at koma víðari í lívinum. Fleiri koma at fáa sær massasju og akupunktur viðgerð frá Hassans hondum. Hetta er eisini tann stóri dagurin hjá 13 ára gomlu Enu, sum hevur mist mimikkin eftir skurðviðgerð fyri svull. Hon skal konfirmerast og hevur vónir um, at viðgerðin fer at hjálpa, so hon aftur kann smílast. Leygardagin 12. januar rundaði danski kórleiðarin og tónaskaldið John Høybye tey áttati. Og John Høybye hevur eisini ofta verið í Føroyum. Vit tosa við John Høybye sjálvan, samstundis sum vit eisini fáa orðið á Frits Johannesen, Lindu Toftegaard, Leif Hansen og beiggjarnar Eyðun og Jógvan á Lakjuni. Leygardagin 12. januar vóru 43 ár liðin, síðani heimskendi og slógbrótandi krimihøvundurin Agatha Christie lat eyguni aftur. Og hvat var so serligt við Agathu Christie Vit spyrja føroyska krimihøvundan Jógvan Isaksen. I gjár vóru 100 ár liðin, síðani sosialistiska kollveltingar og hugsjónarkvinnan Rosa Luxemburg varð dripin. Og saman við Marnu Jacobsen tekna vit ein vangamynd av henni. Við hesum orðum hjá tingformanni John Bercow, fall uppskotið um misálit á breska forsætisráðharran Theresu May. Bretska undirhúsið hevur viðgjørt uppskotið allan dag, eftir at Undirhúsið í gjár feldi Brexit uppskotið hjá bretsku stjórnini. Avtalan, sum konservativa stjórnin, legði fyri Undirhúsið fall við stórum meiriluta. Men eftir øllum at døma, so er útlitið til eitt Brexit uttan nakra avtalu við ES, verri enn at lata sitandi stjórnina hjá May gera enn eina roynd at samráða seg til eina betri avtalu við Brússel. Tíðin er tó við at renna undan bretum, um tað ikki eydnast stjórnini at útseta Brexit, sum hevur verið ein av møguleikunum, ið seinastu dagarnar hevur verið umrøddur. Sum er nú, so er Ongland ikki longur ES limaland klokkan 11 tann 29 mars 2019. Eisini hyggja vit nærri at lógini um ábyrgd landsstýrisins saman við løgfrøðingi. Lógin er næstan 23 ára gomulm, men ongantíð brúkt. Løgreglan hevur nú staðfest, at maðurin sum hvarv úti í Fugloy um middagsleitið fríggjadagin hin 11. januar 2019, er tann 29 ára gamli Lukas G ssnitzer, búsitandi í býnum Kuttigkofen í Sveitz. Pápi hansara kom til Føroya týskvøldið, og hann hevur saman við løgregluni sæð vakmyndir, sum eru tiknar av Lukasi, tá hesin kom í Vágar við flogfari tann 10. januar 2019. Ongin ivi er um, at myndirnar eru av Lukasi. Pápin var í gjár úti í Fugloy við tyrluni hjá Atlantic, har hann hevur sæð truplu umstøðurnar, sum helst eru orsøkin til, at sonurin er burtur og ikki er funnin aftur. 29 ára gamli Lukas fór út til Fugloyar við tyrluni um middagsleitið fríggjadagin 11. januar. Hann skuldi inn aftur við Rituni seinnapartin. Men veðrið var einki serligt fríggjadagin, og tí legði Ritan ikki at í Kirkju sum vanligt, men fór til Hattarvíkar í staðin. Eingin ferðamaður var at síggja, hvørki í Hattarvík ella Kirkju. Lukas kom til Føroyar tann 10. januar. Hann tosaði hálvbrotið enskt og segði seg ætla sær ein túr í fjøllini. Maðurin hevði ein ryggsekk, men var annars ikki serliga væl ílatin. Heri Andreasen, leiðari á kanningardeildini hjá løgregluni sigur portal.fo , at sannlíkindi eru ikki fyri, at maðurin verður funnin á lívi. Enn er umráðandi, at fólk sum halda seg vita okkurt um Lukas G ssnitzer, venda sær til politistøðina í Havn á tlf. 114 ella 351448. Hvussu er at hava trý ymisk arbeiði Hvussu er at síggja øðrvísi út enn øll hini Hvussu er at flyta heim aftur til Føroyar Og hvussu er at kasta seg út í tað ókenda Upprunin til ættarmótið á Egholm, er, at Sverri Egholm sáli, sum eitt nú var ættargranskari, hevði hug at vitja oynna og ættargarðin saman við skyldfólki á sumri í ár 2001. Men tíverri vildi so illa til, at hann brádliga andaðist beint áðrenn fyrireikingarnar. So kom steðgur í, men seinni fór sonurin, Øssur S. Egholm, undir at samskifta við Egholmbúgvar í 2003. Kanada hevur biðið Kina um at veita deyðadøma kanadiaranum, Robert Lloyd Schellenberg, grið. Tað upplýsir kanadiski uttanríkisráðharrin, Chrystia Freeland. 36 ára gamli Schellenberg varð í november dømdur 15 ára fongsulsrevsing fyri narkosmugling, men mánadagin varð dómurin broyttur til deyðarevsing. Støðan millum Kanada og Kina hevur verið spent, síðani kanadisku myndugleikarnir handtóku ein leiðara í kinesiska telerisanum, Huawei, Men Wanzhou. Kinesiska ákæruvaldið sigur, at Schellenberg var oddamaður í einum altjóða bólki, sum skipaði fyri at smugla 222 kilo av narkotiskum evnum úr Kina til Avstralia. Amerikanska samveldisløgreglan, FBI, hevur hjálpt norsku løgregluni í málinum um norsku kvinnuna, Onnu Elisabeth Falkevig Hagen, sum hvarv úr heimi sínum í Lørenskog uttan fyri Oslo 31. oktober. Síðani løgreglan almannakunngjørdi, at Anne Elisabeth Falkevig Hagen er horvin, hava fleiri enn 930 fólk vent sær til løgregluna við upplýsingum. Lógaruppskotið um at byggja barnaheim varð lagt fyri løgtingið 20. september í fjør, tað kom til 1.viðgerð í tinginum 23. oktober og varð síðani beint í fíggjarnevndina. Lógaruppskotið gevur landsstýriskvinnuni í almannamálum heimild at byggja eitt barnaheim í Tórshavn fyri í mesta lagi 65 milliónir krónur. Í desember 2017 legði landsstýriskvinnan eitt líknandi lógaruppskot fyri løgtingið, tað uppskotið gav landsstýriskvinnuni heimild at byggja barnaheim í Tórshavn fyri 60 milliónir. Hoyr sendingina her Luttakarar, Maria Winher Olsen, Finn Johannesen, Armgarð Weihe, Øssur Sverrason Egholm, Maria Kristiansdóttir og Stig Eltør Hjá Frank er ein stórur dreymur gingin út, hann hevur nevniliga fingið fatur í ein størri og betri hølvibonk til verkstaðið. Men verri gongst við dreyminum um at sáa fræ í eina vakstrarkistu, tí rossatøðini í vakstrarkistuni ikki bera seg at sum væntað. Frank skiftir hurðar, so ljósari verður inni. Sletuhundurin Malik varð tíverri álvarsliga sjúkur og doyði, so nú liggur hann jarðaður í urtagarðinum undir einum vøkrum steini. Men í seyðahúsinum afturímóti eru tvey smálomb komin. Í køkshavanum hava Johan og Alma fingið sítt egna stykki, sum Frank flættar pílagirðing rundanum. Nýggjur prestur skal setast í starv, tí Emil Olsen, sum hevur verið sóknarprestur seinastu 35 árini, hevur valt at fara frá, stendur á heimasíðuni hjá fólkakirkjuni. Tá Emil Olsen er farin úr starvinum, fer hann at virka sum stiftsprestur. Hann verður knýttur at biskupinum og honum til tænastu, stendur á heimasíðuni. Ætlanin er at byrja leigumálið 1. februar, og pláss verður fyri 100 børnum á stovninum í Hoydølum. Stórur tørvur er á barnaansing í høvuðstaðnum, og tí verður lonin í Hoydølum leigað, meðan ansingarstovnar verða bygdir út. Fríðriksgarður verður tikin í nýtslu 1. mars. Býlingshúsið Inni á Gøtu verður væntandi liðugt síðst í apríl, og Býlingshúsið í Maritugøtu væntast liðugt síðst í mai. Ætlanin er eisini at byggja aðrar stovnar út. Fýra nýggjar stovur til 64 børn skulu gerast í Býlingshúsinum Vesturi á Flat, og tvær stovur til 32 børn skulu gerast í Dagstovninum á Hamrinum. Tórshavnar kommuna ætlar at fíggja loysnina í Hoydølum við pengum, sum lupu av á kontuni til fíggjarligt frípláss í fjør. Talan er um eina millión og 850.000 krónur. Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya skipara og navigatørfelag sigur, at reiðarin hevur heitt á feløgini um at taka mynstringarbannið aftur, men tað verður ikki gjørt. Arctic Voyager hevur verið á svartkjaftaveiðu og er á veg á Fuglafjørð við 1700 tonsum. Skipið kann fiska svartkjaft, tí har er sáttmálin greiður. Frank fer í holt við eina torføra ætlan, har hann brúkar bál og kókandi vatn. Hann skal boyggja nýggj træhandtøk til eina sáðmaskinu. Øll familjan fer til Livø við einum sekki av fræi, sum skal sáast í oynni. Manningarfeløgini, Føroya Skipara og Navigatørfelag, Maskinmeistarafelagið og Føroya Fiskimannafelag eru farin undir felags samráðingar um nýggjan sáttmála við Reiðarafelagið fyri farmaskip. Tað er ikki hent seinastu 8 til 10 árini, at feløgini samráðast saman, men tað skal nú roynast aftur, tí talan er um nógv felags áhugamál, sigur formaðurin Føroya skipara og navigatørfelag, Annfinnur Garðalíð. Tey sum samráðast, eru reiðararnir og umboð fyri øll trý manningarfeløgini. Partarnir hava lagt krøvini fram, og tey trý manningarfeløgini løgdu hvørt sær síni krøv fram. Men í fleiri førum eru felags áhugamál, sum kunnu loysast undir einum. Partarnir hava avtalað at hava fýra samráðingarfundir, og partarnir vóna at finna eina semju, áðrenn sáttmálin fer úr gildi 1. mars. Frank er millum annað í ferð við at seta seinastu handtøkini í køksskuffurnar. Selatoyið hjá Solvej skal til ein saðilsmið í Svøríki til umvælingar. Danmark og Noregi teljast millum londini, sum hava veruligan møguleika at blíva heimsmeistari, og í kvøld spæla tey móti hvørjum øðrum. Dysturin hevur stóran týdning, tí vinnarin kemur víðari til miðumfarið við fýra stigum, og hevur tí eisini góðan møguleika at spæla seg víðari til hálvfinalurnar. Norski landsliðsspælarin, Gøran Johannesen, sigur, at norsku spælararnir eru væl fyri, og at teir ætla sær at stressa mótstøðuliðið. Tað er týdningarmikið fyri okkum at fáa tey løttu málini, heldur enn at skulu bróta eina sterka danska verju niður, sigur Gøran Johannesen við TV2. Jóhann á Plógv Hansen spælir á høgra vongi fyri Danmark. Higartil hevur danska landsliðið skift nógv út, tá teir fara frá álopi til verju. Men tað fer helst ikki at ávirka møguleikarnar hjá honum fyri spælitíð stórvegis, tí teir báðir vengurnir eru inni í bæði verju og álopsstøðu. Vit skulu steðga teirra kontraspæli. Tað gera vit við at vera effektivir í álopsspælinum. Vit skulu syrgja fyri at standa seks ímóti seks, tá vit taka ímóti teirra álopum , sigur Nikolaj Jacobsen við TV2. Gongdin hjá Danmark og Noregi higartil Danmark Kili 39 16 Danmark Tunesia 36 22 Danmark Saudi Arabia 34 22 Danmark Eysturríki 28 17 Noregi Tunesia 34 24 Noregi Saudi Arabia 40 21 Noregi Eysturríki 34 24 Noregi Kili 41 20 Í fyrsta partinum læra vit tey ungu at kenna. Talan er um fýra rættiliga ymiskar persónar, sum eg havi fylgt í juli og august mánaði í fjør, sigur Maria Winther Olsen. Eg var rættiliga nógv saman við teimum, og vit gjørdu tað soleiðis, at tey søgdu mær frá, tá tey skuldu eitthvørt, eitt nú til arbeiðis, at venja ella í onkra veitslu, sigur Maria Winther Olsen. Í eina tíð stalkaði eg fleiri persónum á Instagram, og tað er soleiðis, at eg kom fram til hesi fýra, sum vit síggja í Hashtag. Tey vóru eisini tey fyrstu fýra á mínum lista, og tíbetur søgdu tey beinavegin ja til at luttaka, greiðir Maria Winther Olsen frá. Frank arbeiðir víðari við skúrinum til kálkbrenniovnin, og í dag fær hann vitjan av presti. Á markini standa ertrar og røtur so fagrar, men rapsmarkin er minni góð. Og so vísa Johan og Alma, hvat tey hava í køkshavanum. Bella hittir programmleiðaran Daniel Redgert. Daniel setur sær greið mál og strembar síðan eftir at náða tey, stundum við einum sindri av ørskapi uppií. Bella hittir Alex Hermansson og roynir at fáa greiðu á, hvussu tað er at vera kent programmfólk. Tey tosa um, hvat er neyðugt at hava í huga um, tá ein ger sjónvarpssendingar til børn og ung. Alex avdúkar, at hann eina tíð var bundin av likes . Theresa May, forsetisráðharri í Bretlandi, tapti týsdagin atkvøðugreiðsluna um skilnaðaravtaluna við ES, men í gjárkvøldið kláraði hon enn ein brotasjógv, tá misálitið móti stjórn hennara fall. 306 atkvøddu fyri misálitinum, men 325 atkvøddu ímóti. Theresa May fer nú at royna at fáa finna eina brexit loysn, sum skal leggjast fram mánadagin Í gjárkvøldið helt hon stutta røðu aftaná atkvøðugreiðsluna, og segði, at hon metir tað framvegis sum hennara uppgáva, at finna eina loysn uppá Brexit, sum varð ynski hjá bretska fólkinum á fólkaatkvøðuni í 2016. Theresa May segði, at bretska parlamentið hevur nú víst á, hvat tað ikki vil og vrakað avtaluuppskotið hjá forsetismálaráðharranum. Nú er uppgávan at finna útav, hvat parlamentið vil , segði hon í gjárkvøldið. Hon ætlar tí, at tosa við allar flokkar fyri at finna ein meiriluta og eina semju um eina nýggja Brexitavtalu ella ætlan. Men tað verður ein sera torfør uppgáva, metir Regin Berg, stjórnmálafrøðingur. Tað er at kalla vónleyst hjá Theresu May, at fáa semju í undirhúsinum um eina nýggja avtalu. Labour fer neyvan at lora nógv í sínum krøvum, og tað kann Theresa May heldur ikki, tí so er vandi fyri, at konservativi flokkur hennara fer í tvíningar . Tað vísur Regin Berg, stjórnmálafrøðingur á. Hann heldur, at tað er sannlíkt, at parlamentið fer at fara rundan um Theresu May, og royna at finna eina semju, men tað kann taka drúgva tíð, sigur Regin Berg. Bretska undirhúsið fer at hava orðaskifti um næsta stigið í brexit málinum 29. januar. Bretland skal fara úr ES fer úr ES 29. mars. Lurtið eftir longri samrøðu við Regin Berg, stjórnmálafrøðing, sum vit tosaðu við í Nón. Rudda títt heim og broyt títt lív Tað er slagorðið í KonMari eitt nýtt fyribrigdi, sum Marie Kondo stendur aftanfyri. Hon hevur skrivað bøkur um upprudding og er vertur á Netflix røðini Tidying up , ið fær fólk um allan heim at rudda, sigst. Men hvat er hetta fyri rák, spyrja vit Kathrinu í Geil, lívsstílserfrøðing. 60 ár eru liðin, síðan stóra amerikanska plátufelagið Motown varð sett á stovn. Við stórum popp stjørnum sum Stevie Wonder, Diana Ross, Marvin Gaye og Micheal Jackson er plátufelagið ímyndin av soul tónleiki seinastu 60 árini. Vit fara eina tónlistarliga rundferð í universinum hjá Motown. Miðnámsskúlin í Vestmanna hevur nú 30 ár á baki, og øll hesi árini hevur skúlin, sum fyrst æt Fiskivinnuskúlin, bara havt ein stjóra. Jákup Andreasen er okkara hósdagsgestur í Nón. Theresa May, forsetisráðharri í Bretlandi, tapti atkvøðugreiðsluna um skilnaðaravtaluna, men hon yvirlivdi enn ein brotasjógv, tá misálitið móti stjórn hennara fall dagin. Hon fer nú at royna at fáa finna eina Brexit loysn, sum skal leggjast fram mánadagin. Men hvørjar møguleikar hevur hon nú, spyrja vit Regin Berg, stjórnmálarfrøðing, síðst í sendingini. Politisk óvissa valdar í Bretlandi eftir at parlamentið týskvøldið vrakaði Brexit avtaluna, sum Theresa May, forsætisráðharri, hevði gjørt við ES. Tíðin er komin, at landsmyndugleikar og kommunur fara at kanna, hvussu forðast kann fyri, at gangur frá vinnu og ferðslu er til ampa fyri fólk. Tað sigur Pál Weihe, arbeiðsmedisinari. Gangur kann ávirka tín náttarsvøvn, og tá náttarsvøvnurin verður ávirkaður, so kann tað fáa aðrar heilsuligar avleiðingar sum til dømis hægri blóðtrýst, sigur Pál Weihe. Hann vísir eisini á, at nógvar kanningar eru gjørdar í øðrum londum av larmi frá ferðslu, og tær vísa greitt, hvussu fólk hava tað, sum búgva í økjum, har nógvur larmur er. Tí má larmur takast í álvara, sigur hann. Ein kanning, sum Umhvørvisstovan hevur gjørt saman við Tórshavnar havn í Kollafirði, vísir, at gangurin frá bilum í økinum á Langasandi í Kollafirði, er upp í 69 desibel. Um tú hevur so nógvan larm í einum húsum, sum liggja tætt við vegin, so kann tað ávirka heilsuna á ein negativan hátt, sigur Pál Weihe. Ung, við umfatandi sálarligum, sosialum og rúsevnistrupulleikum detta niður í millum. Hetta staðfesti tilmælið Megna títt lív , sum Eyðgunn Samulesen, landstýriskvinna í almannamálum, fekk handað í fjør. Men enn er onki gjørt, og skipanin megnar ikki at lofta hesum ungu fólkunum, sigur Tormóður Stórá, leiðandi yvirlækni á Psykiatriska Deplinum á Landssjúkrahúsinum. Megna títt lív . Soleiðis kallast tilmælið, sum Eyðgunn Samuelsen, landstýriskvinna í almannamálum, lat skriva í fjør. Nú var klárt at fara undir verkætlanina, sum skuldi lofta á leið 10 ungum, sum hava umfatandi trupulleikar av rúsevnum, harðskapi, prosititutión og øðrum lógarbrotum. Men eingin bati hevur verið at hóma, tí síðani tilmælið varð latið úr hondum, er einki gjørt. Manglandi hjálpin hevur ikki bara skaðiliga ávirkan á tey ungu, men á alt samfelagið. Tað sigur Tórmóður Stórá, yvirlækni á psykiatriska deplinum. Tórmóður Stórá, psykiatari, staðfestir, at fyrr vórðu hesi fólkini, sum tilmælið snýr seg um, send av landinum. Í 2014 varð avgjørt at steðga við at senda fólk av landinum og heldur veita viðgerð her í Føroyum. Men sambært Tórmóði Stóra var hetta ein miseydnað roynd, tí pengar eru ikki eru settir av til at hjálpa hesum fólkunum her heima. Hoyr innslagið omanfyri. Síðani seinasta stórtingsval hava Høgri, Famburðsflokkurin og Vinstri havt stjórnarvaldið, men nú er Kristiligi fólkaflokkurin eisini komin upp í stjórnina, sum hevur meiriluta í stórtinginum. Allir fýra flokkar hava góðkent samgonguskjalið. Hetta er ein søguligur dagur, segði Erna Solberg, forsætisráðharri, á tíðindafundi í gjárkvøldið. Formaðurin í Kristiliga fólkaflokkinum, Knut Arild Hareide, hevur alla tíðina verið ímóti, at flokkurin skuldi fara upp í stjórnina hjá Ernu Solberg, forsætisráðharra, og í gjárkvøldið tók hann avleiðingarnar og legði frá sær. Spurningurin, um farast skuldi upp í borgarligu stjórnina, hevur syndrað Kristiliga fólkaflokkin, og norska tíðindastovan, NTB, veit at siga, at 19 atkvøður vóru fyri og 17 ímóti, tá floksleiðslan atkvøddi um málið. Men formaðurin í Vinstraflokkinum sigur, at flokkurin fer at atkvøða blankt, tí hann hevur fingið vissu fyri, at Vinstriflokkurin eisini fær ávirkan á politikkin hjá nýggju stjórnini. Drude Dahlerup, professari í statsvísindum á lærda háskúlanum í Stokkhólmi, sigur við Ritzau, at tað verður baldrut hjá nýggju stjórnini, tí hon er ein minnilutastjórn, og flokkar á báðum veingjum kunnu fella hana. Flokkarnir hava góðan vilja at lata stjórnina royna seg, men eingin ivi er um, at tað verður ófriðarligt á politiska pallinum í Svøríki, sigur Drude Dahlerup. Í hugaheiminum á fleiri er hann tjóðarhetja, men so eru onnur, ið vilja vera við, at hann var ein brotsmaður, sum hevði uppiborið sína revsing. Fólkatalið í Grønlandi minkar, og verður gongdin óbroytt, fara 1500 færri fólk at búgva í Grønlandi í 2028, sigur grønlendska hagstovan. Fólkatalið hevur stóran týdning fyri eina sjálvstøðuga tjóð. Tess størri, fólkatalið er, tess fleiri vinnuførar hendar, og tess meira kann landið fáa í skatti, sigur hann við Sermitsiaq. Um 10 ár verða umleið 29.500 fólk í vinnuførum aldri, og umleið 7.000 fólk verða eldri enn 65 ár, vísa tølini hjá grønlendsku hagstovuni. Ríkisdagurin hevur valt Stefan Løfven til forsætisráðharra, og hann fer at standa á odda fyri eini minnilutastjórn millum Javnaðarflokkin og Umhvørvisflokkurin. Til tess at fella eitt uppskot um forsætisráðharra, skulu 175 atvøður vera ímóti. Tí kann Stefan Løfven halda fram sum forsætisráðharri. Forkvinnan í Miðflokkinum, Annie Løøf, hevur fleiri ferðir lagt dent á, at høvuðsorsøkin til, at flokkurin hevur gjørt avtalu við Stefan Løfven er at halda Svøríkisdemokatarnar og Vinstraflokkin uttan fyri politiska ávirkan. Jákup Andreasen, stjóri í Miðnámsskúlanum í Vestmana, var sjálvur nógv í samband við sjógvin og náttúruna sum barn og ungur. Hann setir í hesari samrøðuni millum annað orð á, hvat hevur myndað seg. Hann tosar eisini um tann skúlan, sum hann hevur verið við til at mynda. Í nógv ár æt skúlin Fiskivinnuskúlin, nú er hann lagaður til gymnasialu skipanina, men hann tekur serliga útgangsstøði í føroysku náttúruni. Eg haldi sjálvur, at vit hava brúk fyri føroyskum ungdómi, sum hevur skil fyri føroysku náttúruni og fyri teimum náttúruvirðunum, sum vit eiga, og hvussu vit eisini kunnu fáa meira burturúr tí, sum vit einki fáa burturúr í dag. Hann er uppvaksin í Klaksvík og kallar Trøllanes eitt paradís á jørð . Hann er útbúgvin fiskifrøðingur, hevur róð út og gjørdi fiskivinnusendingar í útvarpinum í fleiri ár. Hann var við at byggja Fiskivinnuskúlan í Vestmanna upp frá botninum, hann stóð á odda fyri at gera eina serliga tilfeingisbreyt, sum tekur støði í føroysku náttúruni, og nú er ein ferðavinnuútbúgving á stovn. Tað finst nógv greinsking, sum ongantíð sær dagsins ljós millum fólk. Ritgerðir, sum liggja á onkrari hill onkrastaðni, sum bara eru lisnar av heilt fáum. Í morgunsendingini hava vit tikið eina ritgerð av hillini og hava fingið Súsonnu Jógvansdóttir Golan at greiða frá síni gransking um, nær tað er rætt at fara í kríggj. Seinastu árini hava vit hoyrt nógv um millum annað Isis, Sýria og flóttafólk. Lond í Vesturheiminum hava kjakast nógv um, hvørt tey skulu blanda seg í ófriðin í Miðeystri ella um best er at lata vera. Súsanna Jógvansdóttir Golan vísir á, at tað er ein stór avbjóðing, at lond í dag kríggjast móti bólkum, tí eitt land ofta hevur nógv størri hernaðarligt tilfeingi enn ein bólkur og sostatt má taka fleiri atlit. Gestir, sum skifta orð um falstíðindi Erika Hayfield, lektari og Ph. d. í samfelagsvísindum, Høgni Ramussen, stjóri og eigari av samskiftisfyritøkuni Høgra og Rógvi Olavson, samfelagsfrøðingur og journalistur. Eivind Jacobsen útgreinar tað slagið av journalistikki, sum R7 hevur gjørt um løgmann, sum keypti og seldi eitt grundstykki á fríari sølu. Geddan er minkað í tali í Eystursjónum, tað er ein stórur trupulleiki fyri vistskipanina. Erik Ohlsson, gittarspælari í Millencolin, fer við Lindu. Arbeiðið í Fíggjarnevndini hevur í longri tíð verið stýrt úr Tinganesi, og støðan í Fíggjarnevndini í løtuni er enn eitt dømi um tað. Tað sigur Jacob Vestergaard, limur í fíggjarnevndini fyri Fólkaflokkin. Eingin fundur verður í Fíggjarnevndini so leingi, støðan um formanssessin er so ógreið. Tað sigur forkvinnan í Fíggjarnevndini, Ruth Vang. Og tað er leiðslan í samgonguni, sum skal loysa ógreiðu støðuna, sigur forkvinnan. Jacob Vestergaard vísur á, at hetta er enn eitt dømi um, at tað er landsstýrið, sum stýrir fíggjarnevndini og ikki løgtingið. Og sambært tingmanninum fyri Fólkaflokkin, er tað ein trupulleiki fyri fólkaræðið, tá útinnandi valdið blandar seg í uppgávurnar hjá lóggevandi valdinum. Nýggi meirilutin i F ggjarnevndini hevur heitt á forkvinnuna um at áseta fund í nevndini sum skjótast, har teir millum annað vilja hava formansval á skrá. Tí er forkvinnusessurin hjá Ruth Vang hóttur. At hyggja eftir djóraungum er heilsugott vísir gransking. Tað vekir jaligar kenslur í okkum, vit gleðast og hava lættari við at savna okkum. Í kvøld hittir Linda Olofsson tveir nýkálvaðar elgkálvar og fleiri aðrar djóraungar. Ávís djór hava verri orð á sær enn onnur. Í sjónum er hávurin tað rovdjórið, sum tey flestu óttast mest. Óræddi Joakim Odelberg kavar út fyri strondini í Florida, har upp í móti tríggjar metrar langir hávar eru rættiliga naskir. Nógv síggja rottur sum skaðadjór, men tær eru bæði gløggar og duga væl at laga seg til umstøðurnar. Programmleiðsla Joakim Odelberg og Linda Olofsson. Útflutningurin minkaði eina milliard krónur í fjør samanborið við 2017. Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni, sum verður almannakunngjørd á heimasíðuni hjá stovninum. Útflutningurin av sild og makreli er minkaður tilsamans 580 milliónir krónur, og útflutningurin av laksi næstan 600 milliónir krónur. Í bólkinum aðrar vørur er eisini ein vøkstur, men her eru skrásetingarnar ikki fullfíggjaðar enn, so tann vøksturin verður helst minni, tá alt 2018 verður uppgjørt um ein mánað. Síðani kemur innflutningur av maskinum og amboðum við 177 milliónum krónum ella 24 , og á triðja plássi kemur innflutningurin av tilfari til byggivinnuna við 133 milliónum krónumn, svarandi til 21 . Sambært uppboðssølukunngerðini, sum er lýst fyrrapartin, verða tey 1276 tonsini av toski á Flemish Kap boðin út á opnari uppboðssølu sum eitt ára rættindi. Upprunaliga ætlaði landsstýrismaðurin at royna ein higartil óroyndan uppboðssøluleist. Nevniliga eina afturlatna uppboðssølu, har boðið er bindandi. Hóast talan er um eina opna uppboðssølu, har til ber at fylgja við, so hvørt bjóðað verður upp á fiskin, verða nøvnini á teimum, sum bjóða, ikki upplýst. Føroyska toskakvotan á Flemish Kap er 3.911 í ár. Lógin um sjófeingi sigur, at alt sum er yvir 3.100 tons, umframt 15 prosent av tí, sum er undir, skal seljast á uppboðssølu. Hyggjarar velja ársins film. Millum annað vitjar Anders Lundin stongda trygdarøkið kring gamla kjarnorkuverkið í Tjernobyl, sum er vorðið aftur til haga eftir vanlukkuna í 1986. Linda Olofsson roynir at fáa greiðu á, hví cesium innihaldið í villsvínum økist í Svøríki. Uppboðssølan verður skipað sum opin uppboðssøla. Avgerðin er grundað á viðmerkingarnar frá Fiskivinnuráðnum, ið mælti til, at uppboðssølan skal vera opin. 16. februar fer Føroya Symfoniorkestur at framføra 9. symfoni hjá Ludwig Van Beethoven. Í hesum sambandi var vikuskiftissendingin á gátt hjá Sámali Petersen, sum er konsertmeistari í orkestrinum. Hoyr Sámal greiða frá um fyrireikingarnar til konsertina umframt leiklutin sum konsertmeistari Í sambandi við konsertina í Spaniastovu leygarkvøldið eru Janus Wiberg Mortensen og Jens Marni Hansen komnir á gátt í vikuskiftissendingini. Hoyr teir báðar greiða frá, hvussu samstarvið kom í lag. Og man ikki vera, at teir eru gávumildir við einum ella tveimum sangum Hoyr beinleiðis samrøðu, sang og spæl úr studio 5 í vikuskiftissendingini Eisini er framgongd á Fugloyar og Svínoyarleiðini. Í fjør flutti Ritan meira enn 17.700 ferðafólk, tað eru 2.200 fleiri enn árið fyri, meðan á Kalsoyarleiðini er talið nakað tað sama sum fyrraárið, góð 57.000 ferðafólk. Men vøkstur er ikki á øllum oyggjaleiðum. Á Nólsoyarleiðini sigldu meira enn 96.000 ferðafólk við Ternuni í fjør, tað eru 4.600 ferðafólk færri enn árið fyri, og við Mykinesleiðini vóru tilamans góð 19.700 ferðafólk, og tað eru umleið 1.000 ferðafólk færri, og á Skúvoyarleiðini minkaði talið við meira enn 2.100 ferðafólkum niður í góð 3.100 ferðafólk í 2018. Tað sigur Bjørn á Heygum, advokatur, í sambandi við at Kristin Michelsen, borgarstjóri og løgtingsmaður, ikki vil siga annað fólkavalda starvið frá sær, hóast býráðið á Tvøroyri hevur givið honum boð um tað. Vit hava roynt at fingið viðmerkingar frá Hilmar Høgenni, leiðara í kommunala eftirlitinum, og Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, sum varar av kommunum. Hvørgin teirra vil gera viðmerkingar til málið um Kristin Michelsen, tí tað verður viðgjørt í kommunala eftirlitinum í løtuni. Gist og Vist hevur í dag yvirtikið leigumálið í Skeiva Pakkhúsi. Tað váttar Johannes Jensen, stjóri í Gist og Vist. Talan er um eitt fimmára leigumál. Tað var síðst í mai, at Leif Sørensen saman við øðrum lat upp matstovu í eyðkenda húsinum, har Valdemar Lútzen hevði kolagoymslu fyrr. Og matstovan hevur havt opið síðani. Johannes Jensen sigur, at avtalan varð undirskrivað seint seinnapartin í dag og tí fær hann ikki gjørt fleiri viðmerkingar annað enn vátta, at Gist og Vist hevur yvirtikið leigumálið. Edith Dahl Jacobsen, sum er samskipari av tónleikakappingini, vitjar í útvarpsstovuni og greiðir frá, hvat kappingin snýr seg um. Harumframt kemur Malan Thomsen, nevndarlimur í Tórshavnar Musikkskúla, at greiða frá um endmamálið við kappingini. Hoyr beinleiðis samrøðu, sum var í Vikuskiftissendingini Vit hava einki ímóti at fara út at eta einsamøll, tá vit eru í øðrum londum, men her heima er støðan ein onnur. Er tað flóvisligt Tað settu vit okkum fyri at finna útav, so Elin Michelsen fór at fáa sær ein bita á matstovu einsamøll. 9 fólk vilja vera skúlastjóri í Eysturskúlanum í Havn og eisini 9 fólk vilja verða skúlastjóri í skúlanum í Eysturkommunu. Tað sæst í Skúlablaðnum. Freistin at søkja skúlastjórastarvið í Eysturskúlanum var úti 10. januar, meðan umsóknin at søkja starvið sum skúlastjóri í Eysturkommunu var úti 6. januar, eftir at tað var endurlýst eina ferð, skrivar Skúlablaðið. Starvið í Eysturskúlanum í Havn verður sett frá 1. februar ella so skjótt sum til ber, meðan tað í Eysturkommunu er frá hálvum februar. Ein fyrrverandi løgreglumaður í Chicago er dømdur sjey ára fongsulsrevsing fyri at hava dripið ein littan tannáring í 2014. Tað skrivar Ritzau. Tað var um várið í fjør, at løgreglumaðurin, Jason Van Dyke, varð funnin sekur í at hava skotið og dripið ein seytjan ára gamlan drong við sekstan skotum. Fríggjadagin metti eitt nevningating, at talan um var dráp, sum ikki var tilætlað, og løgreglumaðurin varð dømdur 81 mánaðar fongsulsrevsing. Dómurin hevur vakt miklan ans í Amerika og hevur enn eina ferð sett sjóneykuna á rasuskilnaðin í Chicago, sum er triðstørsti býurin í Amerika. Tað er fyrstu ferð í 50 ár, at ein løgreglumaður í Chicago er dømdur fyri gerningar, sum eru framdar til arbeiðis. Harafturat er tað fyrstu ferð, at ein løgreglumaður í Chicago er dømdur fyri drápið av einum littum persóni, skrivar TV 2. Hesaferð ætlar landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum at lata 11.711 tons av svartkjafti, 3159 tons av makreli og 4695 tons av norðhavssild sum menningarkvotu. Nøgdirnar, sum søkjast kann um hesa ferð, eru sostatt munandi lægri enn menningarkvoturnar fyri 2018, tá ávíkavist 41.912 tons av svartkjafti, 8.749 tons av makreli og 7.510 tons av norðhavssild vórðu latin sum menningarkvotur. Tað kemst í stóran mun av, at stórur partur av menningarkvotunum fyri 2018 eru galdandi í meira enn eitt ár tað vil siga, at tær eru eisini partur av samlaðu kvotunum fyri 2019. Aftur í ár kann menningarkvota latast fyri eitt ár, tvey ár, trý ár ella fýra ár. Sambært uppskotinum til kunngerð skal í minsta lagi ein fjórðingur av tonsunum latast fyri eitt ár. Tá Høgni Hoydal í fjørsummar setti metingarnevndina, vórður Gestur Hovgaard, Guðrið Andorsdóttir og Arnbjørn Egholm vald sum limir, og Ásmundur Guðjónsson, Bartal Dulavík og Rúna Hjelm vald sum varalimir. Í fjør sigldu tilsamans 266.000 ferðafólk við Smyrli, tað eru 16.000 fleiri enn árið fyri, vísa nýggjastu hagtølini hjá Strandferðsluni Eisini er framgongd á Fugloyar og Svínoyarleiðini. Í fjør flutti Ritan meira enn 17.700 ferðafólk, tað eru 2.200 fleiri enn árið fyri, meðan á Kalsoyarleiðini er talið nakað tað sama sum fyrraárið, góð 57.000 ferðafólk. Á Nólsoyarleiðini sigldu meira enn 96.000 ferðafólk við Ternuni í fjør, tað eru 4.600 ferðafólk færri enn árið fyri, og við Mykinesleiðini vóru tilamans góð 19.700 ferðafólk, og tað eru umleið 1.000 ferðafólk færri. Amerikanski forsetin Donald Trump og leiðarin í Norðurkorea, Kim Jong Un, fara at fundast aftur í februar. Tað skrivar almenni brúkarin hjá teimum hvítu húsunum á Twitter. Í gjár hittist Trump við ovasta sendimannin í Norðurkorea til eitt prát um kjarnorkudubbing, og tá fundurin varð liðugur, varð nýggi toppfundurin kunngjørdur. Talskvinnan hjá Trump, Sarah Sanders, segði eftir fundin í gjár, at talan var um ein produktivan fund, men at USA framvegis fer at leggja trýst á og seta revsitiltøk í verk móti Norðurkorea, til landið gevst við øllum kjarnorkuætlanum. Tað skrivar CNN. Fyrstu ferð Kim Jong un og Donald Trump hittust var í juni í fjør. Fundurin var hin fyrsti nakrantíð millum ein amerikanskan forseta og ein norðurkoreanskan leiðara. Støðan millum USA og Norðurkorea hevur í longri tíð verið spent. Trump hevur fleiri ferðir sagt, at norðurkoreanski leiðarin er ein serstakliga stór hóttan móti Amerika, og eisini hevur amerikanski forsetin hótt við at oyðileggja Norðurkorea. Ein spreinging í einari oljurørleiðing í meksikanska býnum Tlahuelilpan seint í gjárkvøldið hevur kravt í øllum 21 mannalív. Harumframt eru fleiri enn 70 fólk álvarsliga særd av brestinum. Tað skrivar altjóða miðlar. Sambært meksikanskum myndugleikum vóru tað oljutjóvar, sum settu hola á oljurørleiðingina, og hetta er eftir øllum at døma orsøkin til spreinginina. Myndir frá staðnum vísa, at fólk samlaðust við rørleiðingina fyri at fylla íløt við olju, sum rann frá rørleiðingini. Stutt eftir kom eldur í rørleiðingina, og fleiri av fólkunum vórðu álvarsliga brend. Oljustuldur er eitt alsamt vaksandi fyribrigdi í Meksiko, og tað kostar landinum góðar 3 milliardir dollarar í mistum vinningini, skrivar BBC.com. Í dag verður Pawel Adamowicz, borgarstjóri í Gdansk, jarðaður, eftir at hann sunnudagin doyði av løstunum, sum hann fekk, eftir at hann varð stungin niður undir einum vælgerðar tiltaki. Fleiri enn 3000 fólk væntast til jarðarferðina. Millum annað polski forsetin, Andrzej Duda, og Donald Tusk, formaðurin í ES. Harumframt eru fleiri túsund savnað uttan fyri kirkjuna, har jarðarferðin verður, skrivar BBC.com. Tað var sunnudagin, at 53 ára gamli borgarstjórin stóð á palli og helt røðu til eitt vælgerðartiltak, tá hann brádliga varð álopin og stungin niður framman fyri fleiri hundrað áskoðarum. Ein 27 ára gamal maður úr Gdansk, sum er gamal kenningur hjá løgregluni, er ákærdur fyri drápið. Hann varð leyslatin úr fongsli í síðsta mánaði. Eftir at hava stungið borgarstjóran, segði hann við fjøldina av fólki, at hann gav fyrrverandi flokkinum hjá Adamowicz skyldina fyri, at hann varð fongslaður í 2014 fyri fleiri harðskapstilburðir, skrivar The Guardian. Dystast verður um annað plássið í kappingini, tí í løtuni liggur H71 nummar tvey í kappingini við 14 stigum, meðan Neistin liggur nummar trý við 13 stigum. Dysturin í dag millum Neistan og H71 byrjar klokkan 18. VÍF er oddalið við 20 stigum, meðan Kyndil liggur nummar fýra tó somuleiðis við 13 stigum. Í morgin hava kyndilskvinnur møguleika fyri at taka stig frá oddaliðnum, tá VÍF kemur á vitjan í Havn. Tann dysturin byrjar klokkan 14. Um hálvgum níggju tíðinda í morgun sóu fólk í Syðrugøtu okkurt, sum minti um eina neyðrakett á leiðini móti Gøtunesi og Borðoyanesi. MRCC støðin setti leiting í verk beinanvegin. Eingin hevur biðið um hjálp, og eingin er saknaður. Klokkan 11 høvdu vit leitað alt økið ígjøgnum fleiri ferðir, og valdu tí at steðga leitingini, upplýsir vakthavandi á MRCC støðini. Tá misálit varð reist móti landsstýriskvinnuni, 19. desember í fjør, vísti andstøðan á, at undir seinastu eykajáttanini til Glasir kom fram, at 14 milliónir krónur eru brúktar í heimildarloysi, umframt at tær sjey milliónirnar, sum løgtingið játtaði til eina flagtekju, eru nýttar til onnur endamál. Eingin fæst at vátta nakað tal, men keldur hjá Kringvarpinum vísa á, at staðfesta meirnýtslan kann, tá avtornar, gerast omanfyri 30 milliónir krónur. Upphæddin er tó ikki váttað nakrastaðni. Virkandi stjórin á Landsverki, Árant Andriasson, sigur stutt sagt, at á Landsverki hava tey í løtuni ikki yvirlit yvir støðuna. Men arbeitt verður við at fáa eitt fullfíggjað yvirlit yvir støðuna. Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, sum hevur evstu ábyrgdina av Landsverki, hevur givið stovninum boð um at ganga ígjøgnum øll krøv og allar rokningar í byggiverkætlanini Glasir. Eisini hevur landsstýrismaðurin biðið um at fáa eitt yvirlit yvir tey rættarmál og tær trætur, sum Landsverk sum byggiharri er partur av í hesi byggiverkætlan. Sambært Heðini Mortensen er talan um stórarbeiði, tí hópin av rokningum vórðu skrivaðar á Glasi, tá skúlin í skundi skuldi gerast liðugur. Eg havi ikki fakta á borðinum. Eg havi biðið um at fáa eitt fullfíggjað yvirlit, men tað havi eg ikki fingið enn. Tí fái eg ikki svarað spurninginum, sigur Heðin Mortensen. Tað gjørdist greitt fyri jól, tá tingið ikki vildi avgreiða eina umbøn frá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum, sum bað um 14 milliónir krónur í eykajáttan til staðfesta meirnýtslu og aðrar 14 milliónir til at gera skúlan lidnan. Umbønin varð avvíst, tá tað gjørdist greitt, at brúktir pengar koma framum pengar, ið skulu brúkast. Í staðin játtaði tingið 14 milliónir krónur á fíggjarlógini fyri 2019, og skulu hesir pengar brúkast til at gera skúladepilin lidnan. Sambært einum yvirliti frá byggiharranum Landsverki, mangla framvegis el arbeiði, arbeiðið at stýra hitanum á skúlanum er ikki gjørt, og arbeiðið uttanfyri er heildur ikki gjørt liðugt. Tilsamans eru sjey arbeiðstøkur ikki avhendaðar enn tað vil siga, tá arbeiðstakari og byggiharri eru samd um, at arbeiðið er gjørt sum avtalað. Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum, segði við útvarpið 4. januar, at Mentamálaráðið hevur hert eftirlitið við Landsverki, sum ikki longur sleppur at ráða yvir játtanini. Vit hava ikki longur álit á Landsverki, tá tað ræður um stýringina av fíggarliga partinum, segði aðalstjórin við útvarpið 4. januar. Vit hava roynt at fáa fatur á Poul Gert Hansen fyri at spyrja hann um fíggjarliga partin í hesi byggiverkætlan, men tað er ikki eydnast okkum. Tíðirnar eru broytt, og vit mugu broyta okkum við, halda tey í panelinum, sum leggja afturat, at ikki allar broytingar eru til tað betra. Hitt brævið er frá einari kvinnu, sum etur steinaldarkost, men sum als ikki tímur. Tvístøðan hesaferð er um, tá damur koma upp í leikin og broyta siðvenjur millum vinir, meðan sms spurningurin er frá einum abba sum spyr, hví vit ikki eisini kanna bragdarhug og áræði hjá okkara ungdómi í skúlanum, heldur enn, um tey stríðast við ótta. Í panelinum eru Rudolf Joensen, Katrin Petersen og Dánjal Samuelsen Hansen fekk ein skaða í seinasta dystinum hjá Danmark móti Noregi. Skaðin var so mikið álvarsligur, at Ren ikki spælir aftur í hesum endaspælinum. Venjarin hjá danska landsliðnum, Nikolaj Jacobsen, hevur í morgun boðað frá, at lítlibeiggin hjá Ren , Henrik Toft Hansen, er partur av danska hópinum. Fyrsta útskiftingin var sum kunnugt, tá føroyski Jóhan á Plógv Hansen gjørdist partur av hópinum, eftir at Hans Lindberg fekk ein minni skaða eftir fyrsta dystin hjá Danmark móti Kili. Vanliga verður síðsta útskiftingin goymd, skuldi ein málmaður fingið skaða, og tí er sannlíkt, at hópurin ikki verður broyttur aftur í øllum førum ikki fyri enn millumrundan er avgreidd. Harumframt skal Jacobsen møguliga skifta ein spælara inn fyri Nicolaj Øris, sum eisini fór út við skaða í dystinum móti Noregi. Enn er tó óvist, hvussu ógvisligan skaða talan er um, men Øris luttók ikki í venjingum í gjár, skrivar DR.dk. Alt bendir sostatt á, at føroyski Jóhan á Plógv Hansen varðveitir plássið á høgra vonginum tað, sum eftir er av millumspælinum. Hoyr samrøðu við føroyska Jóhan her . Danmark vann allar dystirnar í innleiðandi bólkaspælinum og fór soleiðis víðari til millumrundina sum nummar eitt. Í millumrundini skulu danir spæla ímóti Ungarn, Egyptalandi og Svøríki. Næsti dysturin hjá Danmark verður longu í kvøld, tá teir taka ímóti Ungarn. Tann dysturin byrjar klokkan 19.30 føroyska tíð, og danska kringvarpið vísir dystin á DR1. Fyritøkan Tesla, sum ger elektriskar bilar, fer at siga umleið 3.000 starvsfólk upp. Hópuppsagnirnar koma, sambært bretska kringvarpinum, í kjalarvørinum av torførasta árinum hjá fyritøkuni higartil. Hóast vøksturin er góður, er tað torført at gera Tesla bilar eins bíligar og bilar, ið brúka brennievni, skrivar stovnarin, Elon Musk, í teldubrævinum. Hóast hetta, var 2018 samstundis tað mest væleydnaða árið hjá Tesla higartil, og fleiri bilar vórðu framleiddir í fjør enn tað vórðu øll ár frammanundan til samans. Trupulleikin tykist tó vera prísurin av Tesla bilunum, sum sambært stovnarinum eru ov dýrir fyri flest fólk, og vinningurin er tí av somu orsøk ov lítil. Vit menniskju stremba eftir at vera saman við øðrum, heilt frá byrjan. Vit hava tørv á relatiónum. Tað sigur Kathrina Lindenskov Holm, sálarfrøðingur, í samrøðu, sum var send í sendingini Leygardagur. Seinastu árini er samfelagið broytt soleiðis, at tað ikki altíð er neyðugt at vera fleiri, tí fólk til dømis klára seg fíggjarliga hóast tú stendur einsamallir. Og sjálvt um tað kann vera gagnligt fyri fleiri, er tað ikki treytaleyst so. Tað kann til dømis gerast ein trupulleiki fyri samfelagið, millum annað tí størri trýst kemur á bústaðarmarknaðin. Lurta eftir allari samrøðuni her. Brádliga sást ein seks metrar langur hvítur hávur í vatninum. Hvíti hávurin kom heilt tætt við kavararnar, sum leingi svumu við hávinum. Danska kringvarpið skrivar, at granskarar halda talan er um sama hávin, sum fyri 20 árum síðan fekk navnið Deep Blue . Hetta er tó ikki váttað enn. Hvítir hávar eru sjáldsamir tætt við Hawaii, og júst hesin hávurin verður mettur at vera ein tann størsti, sum nakrantíð er skrásettur. Sálarligur harðskapur hevur stórar avleiðingar fyri offrini, børn teirra og familjur teirra. Tí vilja vit hava eina sjálvstøðuga áseting í revsilógini viðvíkjandi sálarligum harðskapi, sigur løgmálaráðharrin við danska kringvarpið. Í løtuni verður arbeitt við ásetingini, sum løgmálaráðharrin vil hava í revsilógina. Pape Poulsen er bjartskygdur um ætlanina, og hann væntar, at lógaruppskotið kann verða samtykt til heyst. Eg haldi ikki, at samfelagið viðurkennir hendan trupulleikan, og tí eru vit noydd til at herða arbeiða viðvíkjandi sálarligum harðskapi, sigur ráðharrin við DR.dk. Harumframt ætlar Pape Poulsen at gera ein arbeiðsbólk, sum skal kanna, hvørji onnur tiltøk kunnu vera við til at fyribyrgja sálarligum harðskapi. Kriminaliseringin av sálarligum harðskapi betrar munandi um rættarstøðuna hjá offrum, sum síðani kunnu venda sær til løgregluna, tá tey hava verið úti fyri sálarligum harðskapi, sigur hon. Tølini ørkymla stjóran í danska ráðnum fyri ferðslutrygd, Mogens Kjærgaard Møller, sum heldur orsøkina vera atburðin hjá bilistum. Tað er eingin ivi í, at størsti trupulleikin er atburðurin í ferðsluni. Nærum allar ferðsluvanlukkur komast av óskynsamum og ólógligum atburði í ferðsluni. Ov høg ferð og manglandi uppmerksemi eru størstu syndarar, og eru tað viðurskifti, sum vit sjálvi kunnu stýra, sigur hann við JyllandsPosten. Ein orsøk til manglandi uppmerksemi í ferðsluni er millum annað fartelefonin. Hóast tað er ólógligt at brúka telefonina, tá tú koyrir bil, forðar tað tíverri ikki fyri telefonnýtslu í ferðsluni. Tí hevur danska ráðið fyri ferðslutrygd sett eitt átak í verk, ið sambært stjóranum, skal vera við til at seta sjóneykuna á rættan og sømiligan atburð í ferðsluni. Vit skulu skapa ein trend, har dentur verður lagdur á atburðin í ferðsluni. Við bólkatrýsti vilja vit gera tað soleiðis, at tað ikki kann góðtakast at brúka fartelefonina í ferðsluni, sigur hann. Danmark hevur leingi ligið millum fimm bestu londini, tá tað snýr seg um ferðslutrygd í Evropa. Men við teimum nýggjastu tølunum er tað møguligt, at Danmark dettur nøkur pláss niður, sigur Mogens Kjærgaard Møller. 14 ára gamli Høgni Kunoy Dávason er norðurlendskur meistari í taekwondo.Bragdið framdi hann í stórari kapping í Íslandi fyrr í dag. Amerikanski forsetin Donald Trump segði í nýggjari røðu, sum hann helt fyri amerikanska fólkinum í gjár, at hann er til reiðar at leingja uppihaldsloyvið hjá teimum, ið eru komin um markið til USA sum ung og at geva øðrum, sum eru komin uttan loyvi, eina váttan um, at tey fyribils ikki vera víst av landinum. Tilsamans er talan um eina millión fólk. Afturfyri vil Donald Trump hava demokratarnar, sum hava meirilutan í Umboðsmannatinginum, at skifta meining og játta honum pengarnar til múrin á markinum millum USA og Mexiko. Talan er um millum fimm og seks milliardir dollarar. Longu áðrenn forsetin hevði hildið røðuna, søgdu demokratarnir, at flokkurin heldur fast um støðu sína, og umboð floksins fara ikki at játta forsetanum pengarnar til múrin. Demokratarnir siga, at Donald Trump sjálvur hevur sett tær avmarkingar í gildi, sum forsetin nú sigur seg vilja strika fyri at fáa pengarnar til múrin, og hesum leiki vilja demokratarnir ikki vita av. Heðin Mortensen, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum, hevur sent eitt uppskot um at banna mismuni og at tryggja javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum til hoyringar. Endamálið við uppskotinum er at seta bann fyri mismuni vegna rasu, húðalit, átrúnað ella trúgv, politiska áskoðan, kyn, kynsligan samleika, kynsliga sannføring, aldur, brek ella tjóðskaparligum, sosialum ella fólkaeyðkenniligum uppruna. Bannið fyri mismuni er galdandi í sambandi við starvssetan, tá størv verða broytt, uppsøgn, viðvíkjandi lønar og arbeiðskorum og setanarviðurskiftum annars. Tó er bannið ikki galdandi í teimum førum, har virki hjá arbeiðsgevara greitt hevur til endamáls at fremja eitt ávíst politiskt ella átrúnaðarligt sjónarmið, og har tað hevur týdning fyri virkið, at viðkomandi løntakari hevur ávísa politiska áskoðan, átrúnað ella trúgv. Líknandi lóggáva er í grannalondunum, ES og Vesturheiminum sum heild, men vit hava onga lóg, sum ítøkiliga tryggjar javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum, og sum verjir fyri mismuni á arbeiðsmarknaðinum. Ein maður í 20 unum varð í gjár varðhaldsfongslaður í tríggjar vikur, skuldsettur fyri í tveimum førum at hava framt harðskap í Havn leygarnáttina. Í sendingini eru Elvis Costello, Gorillaz, Khruangbin, Boygenius, MGMT, Jain, John Prine og mong onnur. Njótið sendingina. Og minnist til, at eg kann hoyrast í útvarpinum fríggjadagar klokkan 13, og so verður sendingin endursend mánakvøld klokkan 21. Sendingin er eisini at finna á kvf.fo, og so hevur Leitisstein eisini sín egna facebookvanga. Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis og vinnumálum, fer mikudagin at ráðføra seg við uttanlandsnevndina um fríhandilssáttmálan millum Føroyar, Bretland og Norðurírland. Sáttmálin ber í sær, at samhandilin við Bretland kann at kalla ótarnaður av Brexit halda fram, tá landið fer úr ES, sigur Poul Michelsen. Beint eftir fólkaatkvøðuna í Bretlandi í juni 2016 um Brexit varð ein arbeiðsbólkur settur, og tveir bretskir ráðharrar hava vitjað í Føroyum. Landsstýrismenninir í uttanríkis og vinnumálum og fiskivinnumálum hava eisini vitjað starvsfelagar sínar í London til tess at umrøða, hvussu Føroyar og Bretland kunnu skipa sínámillum viðurskiftini eftir Brexit. Danska verjuskipið Thetis skal í ár hava leiðsluna í eini flotaeind hjá NATO, sum altíð er til reiðar at fremja tiltøk, um kríggj brestur á, og minur verða lagdar út. Uppgávan er eisini at taka upp gamlar minur frá fyrra og seinna heimsbardaga. Túsundtals minur eru, sum annaðhvørt reka ella liggja á botni, sigur danski ovastin í serligu flotaeindini, Petur Krogh. Í Eystrasalti, Skagerrak og Norðsjónum koma gamlar minur stundum í trolini, tá fiskað verður, og tað er millum annað uppgávan hjá hesum báðum flotaeindunum at taka ímóti minunum og beina fyri teimum. Seinnapartin í morgin fer Snarfrost í Miðvági at taka ímóti fyrstu lastini av makreli frá uppsjóvarskipinum Katrin Jóhonnu, sum hevur menningarkvotu. Árni K. Dalsgaard, skipari á Katrin Jóhonnu og nevndarformaður í felagnum, sum eigur skipið, sigur, at hetta er ein roynd hjá virkinum at taka ímóti, og eydnast tað ikki virkinum at taka ímóti øllum 300 tonsunum, hevur felagið fingið loyvi at flyta tað, sum loypir av, til Vestmanna Fiskavirki at taka ímóti. Sambært loyvinum frá Fiskimálaráðnum kann Katrin Jóhanna fiska tilsamans 1500 tons av makreli í ár, bæði í ES sjógvi og í føroyskum sjógvi, sigur Árni K. Dalgsaard. KÍF Kyndil 27 21 13 7 Hjalti M. Jacobsen Kyndil 7 mál Rógvi Dal Christiansen Kyndil 6 mál Hans Eli Sigurbjørnsson KÍF 5 mál Rúni Joensen KÍF 5 mál Tað var serliga í seinasta fjórðingsárinum, at búskaparvøksturin í Kina vøksturin minkaði niður í 6,4 prosent, skrivar tíðindastovan Associated Press. Orsøkin til minkingina er, at landið og fyritøkurnar hava verri við at rinda stóru skuldina sum er, samstundis sum handilskríggj eisii er við USA. Myndugleikarnir hava gjørt fleiri tiltøk fyri at bøta um støðuna. Millum annað hava bankarnir fingið forboð fyri at lána so nógv út, fyri at minka um skuldina. Samstundis minka íløgurnar og fólk keypa minni enn tey hava gjørt. Eygleiðarar siga seg rokna við, at myndugleikarnir fara at royna at bøta um gongdina. Men tað eru eisini fleiri sum halda, at tað stendur verri til í Kina, enn myndugleikarnir siga. Kina hevur staðið fyri einum triðingi av heimsins búskaparvøkstri seinastu 10 árini. Tað var beint fyri klokkan fýra gjáramorgunin, at ein maður segði seg verða slignan í høvdið av einum øðrum manni. Maðurin, ið sigur seg hava verið fyri harðskapi, setti aftaná manninum, men fekk hann ikki aftur. Løgreglan vil tí fegin frætta frá fólki, ið vóru vitni til møguliga harðskapsmálið í klubbagarðinum, sum fór fram klokkan tíggju minuttir í fýra sunnumorgunin. Eitt annað harðskapsmál var eisini í Havn um vikuskiftið. Í tí málinum er maður fyribils varðhaldsfongslaður í tríggjar vikur, fyri at sláa ein annan við einum sonevndum knúgvajarni. Vit hoyra Jómsvíkingar, Jómsvíkingar kvøða, Kristoffur Joensen skipar, brot úr Bjarnabana, læraraskúlanæmingar, Jeffri Henriksen skipar, Vilmundskvæðinum, børn í Sumba, Dánjal Johan Lisberg skipar, og Sigmundsvísuni, Sumbingar, Edvard Jacobsen skipar. Síðani skipar Eli Poulsen Ormin langa í Sumba. Og at enda kvøða Jómsvíkingar Leiv Øssursson, Arnfinnur Bjarkhamar skipar. Felagið Heimafriður finst nú at ljóðkanningini, sum Umhvørvisstovan gjørdi á Signabø í tíðarskeiðnum 2. august til 2. oktober í fjør, tá óljóð frá skipum og vinnuni á staðnum vórðu kannað nærri. Ein arbeiðsbólkur hjá felagnum gjørdi bæði á fundum og í skrivum vart við ymisk viðurskifti, sum hædd skuldi takast fyri, tá kanningin av óljóði á Signabø og í Kollafirði skuldi gerast. Heimafriður finst at háttinum, ljóðmátingarnar vórðu gjørdar. Millum annað tólunum, sum vórðu brúkt til mátingarnar og hvussu sjálvar mátingarnar vórðu gjørdar, sigur felagsskapurin í skrivi. Mest umráðandi var, at ljóðmátingar sjálvsagt skuldu gerast tá skip, sum klagað hevur verið um, lógu við kai á Signabø, vísir felagið Heimafriður á í skrivinum, sum er sent út í morgun. Arbeiðsbólkurin setir eisini spurnartekn við framferðarháttin hjá myngugleikunum, sum gjørdu kanningina. Arbeiðsbólkurin fýlist á, at myndugleikin, fyri teimum at síggja, kannaði seg sjálvan. Ikki minst fýltist arbeiðsbólkurin á, at vinnan PP Faroe Pelagic sum hevur áhuga í, at kanningin kemur vinnuni til góðar, var samstarvsfelagi í fyrireikingar og kanningararbeiðinum. Arbeiðsbólkurin vísti á, at hetta kundi koma at ávirka úrslitið av kanningini. Tað mest undrunarsama hetta tíðarskeiðið er sigur Heimafriður at skipið, sum flestar klagur eru sendar um, var ikki inni á fjørðinum eina einastu ferð meðan langtíðarmátingarnar hjá Umhvørvisstovuni vórðu gjørdar. Hóast undanfarnu ár og mánaðar hevur umrødda skipið ligið inni í longri tíðarskeið umleið triðu hvørja viku. Og bara fáar dagar eftir at langtíðarmátingartólini vórðu tikin niður, stevndi sama skip aftur inn á fjørðin. Heimafriður vísir á, at myndugleikarnir settu eina ljóðkanning í verk, hóast ein borgari sjálvur hevur gjørt regluligar kanningar av óljóði frá skipum og vinnuni á staðnum síðani 2006. Felagið hevur nú sett landsstýriskvinnuni í heilsu og innlendismálum fyrispurningar. Sirið Stenberg verður biðin um at svara, um framferðarhátturin í kanningini var nøktandi, um kanningin gevur eitt nágreiniligt innlit í ljóðdálkingina, um gegnistrupulleikar vóru og um kanningin í síni heild kann brúkast. Tveir útlendingar flugu við dronu í góðveðrinum á Trøllanesi gjáramorgunin um 11 tíðina, men hesir flugu so tætt við húsini hjá fólki, at tey meldaðu. Tá teir báðir útlendingarnir komu á Klaksvíkina seinnapartin í gjár, stóð løgreglan fyri teimum. Útlendingarnir sluppu við einari átalu frá løgregluni, og meira verður ikki gjørt við málið. Hetta er ikki nakað eindømi, at fólk eru meldað fyri flúgva ov tætt at privatari ogn hjá fólkum. Hetta gerst alsamt meira vanligt, sigur vakthavandi á Politistøðini í Havn. Talan er bæði um franska postei Pat de Campagne og danska terrin við svínakjøti og brúnkaðum skalotteleyki og ikki minst laksaterrin. Sólvit Nólsøe, stjórnmálafrøðingur, ið hevur lisið í Bretlandi, greiðir frá, at uppgávan hjá tingformanninum er, at halda skil á orðaskiftinum. Vælkomin til eina nógv øðrvísi Instagram vangamynd 22 ára gamla Nadia Shila er upp á vegin og býr úti á gøtuni í Los Angeles saman við mammu síni og HIV smittaða unnustanum Jeremy og hvønn dag kunnu teir 20.000 Instagram fylgjararnir fylgja við í tí sera fløkta gerandisdegnum hjá henni. Teir hava borað og sprongt niðureftir seinastu tvey árini, og hóskvøldið komu teir niður á lægsta punktið, sum er 189 metrar undir vatnskorpuni. So nú gongur bara ein veg, og tað er uppeftir. Góðan morgun Føroyar var við Teiti Samuelsen, tunnilsstjóra, og Sigurdi Lamhauge, sáttmálaleiðara, í tunnlinum fríggjadagin, har teir greiddu frá, hvussu gingist hevur og hvørjar avbjóðingar standa fyri framman. Knapt 30.000 ferðafólk vitja Vestmanna hvørt ár. Og áhugin er vaksandi. Í tí sambandi var ein borgarafundur um ferðavinnu í Vestmanna í gjárskvøldið, har greitt var frá, hvussu núverandi ferðavinnan sær út, og hvørjar framtíðarætlanir kommunan hevur. Møguleikarnir eru nógvir, og tí verður fólkið í bygdini eggjað til at taka ein aktivan leiklut, siga Pauli Trónd Petersen, borgarstjóri, og Magni Blástein, sum er settur at menna ferðavinnuna í Vestmanna. Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur biðið løgmann um at verða loyst úr starvi sínum, og tað hevur løgmaður gjørt. Tað stendur í fráboðan, sum fyri løtu síðan varð send miðlunum. Í fráboðan til miðlarnar skrivar Rigmor Dam, at álitið á Landsverk ikki er til staðar, nú tað eftir øllum at døma framvegis liggja ógoldnar rokningar fyri tíggjutals milliónir í samband við arbeiðið við skúladepilin í Marknagili . Landsstýriskvinnan metir, at Mentamálaráðið hevur fylgt øllum samstarvsavtalum og mannagongdum í málinum, og samstundis mælir hon til, at skipanin av almennum byggiverkætlanum verður endurskoðað millum annað soleiðis, at slíkt ikki endurtekur seg. Arbeiðseftirlitið er nú liðugt við at kanna, hví ein 56 ára gamal maður lat lív í einari arbeiðsvanlukku á Varðanum Pelagic á Tvøroyri 21. juni í fjør. Hóast Arbeiðseftirlitið er liðugt við sín part, er enn óvissa um ymisk viðurskifti, sum hava við arbeiðsvanlukkuna á Tvøroyri at gera. Vit hava kannað viðurskiftini kring vanlukkuna, red. nærri, og eru liðug við okkara part. Tað sigur Leivur Persson, stjóri á Arbeiðseftirlitinum, við útvarpið. Arbeiðseftirlitið hevur nú latið fútanum frágreiðingina um arbeiðsvanlukkuna á Tvøroyri. Tað er gjørt, tí ákæruvaldið nú skal taka støðu til, um nakar kann revsast í málinum. Vit hava biðið um ein fund við fútan, fyri at fáa greiði á, um grundarlag er fyri einum revsirættarmáli, har onkur kann revsast, sigur stjórin á Arbeiðseftirlitinum. Leivur Persson vil ikki koma nærri inn á, hví Arbeiðseftirlitið nú hevur valt at lata fútanum málið um arbeiðsvanlukkuna á Varðanum Pelagic at taka støðu til. Onkur ivamál eru, sum gera, at vit saman koma at hyggja nærri at umstøðunum við arbeiðsvanlukkuni, sigur stjórin á Arbeiðseftirlitinum. Tá talan er um minni álvarsom arbeiðsóhapp, kann Arbeiðseftirlitið av sínum eintingum revsa við einari sekt. Tá talan er um álvarsamar arbeiðsvanlukkur, skulu mál latast ákæruvaldinum at taka støðu til. Metir ákæruvaldið, at nakað revsivert er farið fram, verða mál fyrireikað og latin rættinum. Spurningurin er, hvussu grovt brotið á arbeiðs og umhvørvislógina er í júst hesum førinum. Tað skal fútin nú taka støðu til, sigur Leivur Persson, stjóri í Arbeiðseftirlitinum, í samrøðu við útvarpið. Meira kann hann í løtuni ikki siga orsakað av tagnarskylduni. Arbeiðsvanlukkan á Varðanum Pelagic á Tvøroyri hendi 21. juni í fjør, tá arbeiði, við at byggja uppaftur virkið eftir eldsbruna, var í gongd. Fyri einum mánaði síðani varð misálit reist á Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum, tí 14 milliónir krónur vóru brúkar í heimildarloysi. Men søgan um tær óheimiðlaðu milliónirnar er ikki liðug enn, og Rigmor Dam hevur valt at biðja løgmann loysa seg úr starvi, áðrenn endaliga upphæddin er komin á borðið. Vit hava verið inni í einum góðum og drúgvum samstarvi við Landsverki, har tað hevur verið tvíhildið um, at skil var á pengunum og fíggjarstøðuni. Ikki fyri enn skúlin verður handaður, verða vit gjørd varug við, at har ikki er tað skilið á, sum man hevur sagt seg hava, sigur Rigmor Dam millum annað. Tann skipanin, sum vit virka í, byggir á álit. Tað hevur verið soleiðis, at hvørja ferð, tað hava verið avbjóðingar, so er Landsverk komin til okkara, og vit eru farin í tingið og hava biðið um eykajáttan, tí vit hava hildið, at samstarvið okkara millum var gott, sigur Rigmor Dam. Hvørki Mentamálaráðið ella Landsverk hava sambært Rigmor Dam yvirlit yvir, hvussu stór upphæddin veruliga er, men landsstýriskvinnan sigur seg hava hoyrt talið 30 milliónir krónur. Landsstýriskvinnan metir, at Mentamálaráðið hevur fylgt øllum samstarvsavtalum og mannagongdum í málinum. Í sambandi við misálitið, sum var í tinginum í desember, segði Rigmor Dam, at hon hevði fulla ábyrgd av málinum. Í dag segði hon, at hon hevur gjørt tað, hon kann. Vit hava gjørt tað, sum vit skulu og kunnu, sigur Rigmor Dam og leggur afturat, at hon ikki veit, hvat øðrvísi kundi verið gjørt í málinum Tá tað er óerligheit uppi í, og tá man situr yvir av fólki, og tey halda sannleikanum aftur, tá hevði eitt hvørt aðalráð verið prísgivið, segði hon millum annað við Sigmar Bláberg í tíðindunum á middegi. Hoyr sendingina her Luttakarar, Petur Hans Dahl, Sólvit Nolsøe, Sigurd Lamhauge, Teitur Samuelsen, Pauli Trond Petersen og Magni Blástein Saman við familjuni var Jacob Thomsen millum tey fyrstu sum fluttu inn á Berjabrekku, og her hava tey trivist sera væl, hóast tað byrjaði eitt sindur buldrasligt við nógvum seinkingum. Eyð Skúvadal var burtur av Berjabrekku eitt skifti og var uttanlands. Tá hon kom heimaftur vóru somu hús í Berjabrekku til sølu og hon keypti húsini aftur. Nú eru húsini tvær íbúðir. Eyð býr sjálv í neðra og á loftinum búgva dóttirin og ommudóttirin. Verkstaðurin hjá Niels L. Arge á Kongabrúnni er á Berjabrekku, í kjallaranum hjá Herfinn Seloy, sum stendur fyri tí. Nú eru tey seks fólk og spenni og knappar til føroyska búnan og annað verður gjørt við hond. Bárður Thomsen er uppvaksin í Berjabrekka, og nú býr hann saman við Bjartu Birgirsdóttir L tzen og teimum trimum børnunum, sum eru millum eitt og fimm ár, í hansara barnaheimi. Her trívast tey væl. Eg fari at halda fram við samtalum við demokratiska Unionistaflokkin í NorðurÍrlandi fyri at fáa eina loysn, og síðani taka vit niðurstøðurnar hagani víðari til ES, segði Theresa May, tá hon legði fram plan B fyri brexit í Westminister. May er noydd at leggja fram plan B eftir at hon tapti atkvøðugreiðsluna í Undirhúsinum í farnu viku, har stórur meiriluti atkvøddi ímóti uppskoti til avtalu við ES. May leggur nú doyðin á at venda um tey atfinningarsomu í hennara egna flokki, og at vinna stuðular eitt nú norðurírska Unionistaflokkin, DUP. Tað er okkara skylda at arbeiða út frá fyrstu fólkaatkvøðuni, segði May, og hon ávarar eisini í móti at útiloka at fara úr ES við ongari avtalu. Vit fara at fáa nýggj arbeiðspláss til vega, tað skal vera betri at búgva í Svøríki, og kriminaliteturin skal steðgast, segði forsætisráðharrin. Svøríki skal eisini ganga á odda, tá talan er um veðurlagsbroytingarnar, og tiltøk skulu setast í verk alt fyri eitt. Í 2030 skulu hvørki bensin ella dieselriknir bilar fáast til keyps. Demokratiið er sterkt í Svøríki, men vit mugu ongantíð taka tað sum sjálvfylgju, og tí skal stríðið ímóti yvirgangi og kriminaliteti styrkjast. Tað tók alt heystið og væl av vetrinum, áðrenn Stefan Løfven í dag kundi almannakunngera nýggju stjórnina, sum skal stjórna Svøríki. Javnaðarflokkurin skipar stjórn saman við Umhvørvisflokkinum, sum fáa stuðul í ríksdegnum frá Centerflokkinum og Liberala flokkinum. Svøríkisdemokratarnir gjørdist triðstørsti flokkur, men allir hinir boðaðu alt fyri eitt frá, at teir einki vildu hava við flokkin at gera. Fleiri flokkar hava síðani roynt at skipa stjórn, men tað bar ikki á mál, fyrr enn Centerflokkurin og Liberali flokkurin brutu út úr samstarvinum, og søgdu seg fara at stuðla Løfven. At tveir borgarligir flokkar stuðla Stefan Løfven, fer uttan iva at merkja, at stjórnin fer at reka meira borgarligan politikk, enn talan var um í undanfarnu samgongu, siga eygleiðarar. Russland hevur kunngjørt onnur tøl. Verjumálaráðið í Moskva upplýsir, at fýra sýriskir hermenn lótu lív og seks fingu skaða, sambært almennum miðlum. Russiska verjumálaráðið sigur víðari, at sýriski herurin hevur skotið niður 30 ísraelskar krússaraspreingiløðingar og rakettir, og at Ísrael tríggjar ferðir skal hava lopið á í vestur og suður Sýria. Ísrael upplýsir, at ein venjingarlega hjá iranska herinum og ein fregnartænastumiðstøð eru nøkur av málunum í nátt, sum Ísrael rakti í Sýria. Eisini vápnagoymslur, støðir við altjóða flogvøllin í Damaskus, og luftverju skotdeildir vóru rakt, sambært ísraelska herinum. Benjamin Netanyahu hevur seinastu tíðina verið meiri opin um ísraelsku álopini í Sýria, og tað verður, sambært greinarum, mett at vera partur av valstríðnum hjá honum til parlamentsvalið, sum verður 9. apríl. Okkara aðalregla er at leypa á iransku støðirnar í Sýria, og at oyðileggja tey, sum royna at skaða okkum, segði Netanyahu við journalista í gjár. Ísraelskir myndugleikar hava sagt, at landið fer at gera tað, sum er neyðugt, fyri at forða erka fíggindanum, Iran, í at fáa fótafesti í grannalandinum Sýria og leypa á Ísrael hagani. Taekwondo felagið í Søldarfirði, Hwarang, er enn ungt, men menningin hevur verið stór. Tað sást aftur í úrslitinum í NM kappingini. Fyrsti føroyingurin nakrantíð hevur fingið tónleikin, sum hann hevur gjørt, spældan meira enn eina millión ferðir um mánaðin á stroymingartænastuni Spotify Skúlin er mín ábyrgd.Eg taki eisini avleiðingarnar av hesum málinum, og leggi frá mær, segði Rigmor Dam, sum var gestur í sjónvarpsstovuni. Aksel V. Johannesen sigur, at helt Rigmor Dam fram sum landsstýriskvinna í mentamálum, kundi tað forðað fyri, at skúladepilin í Marknagili verður liðugur. Eftir Demons and Wizards vóru Uriah Heep limirnir superstars , fyri at nýta orðingina hjá gittaristinum Mick Box. Teir koyrdu í limousinum við førara og spældu á konsertstøðum við nógvum túsund áhoyrarum, hevur Mick Box greitt frá í netsending. Henda Temaplátan varð send í Plátubarrin tann 29. oktober í 2016. Í sendingini hoyra vit eisini Deiggj tónleikararnar Páll Lave og Fróða Vestergaard gera metingar. Ísurin í Grønlandi bráðnar við rúkandi ferð. Burturbræðingin er ferfaldað eftir bara tíggju árum, kemur fram í nýggjari frágreiðing, sambært DR. Sambært einari nýggjari kanning, hvurvu tað í 2003 111 rúmkilometrar av innlandsísinum í Grønlandi. 10 ár seinni var talið vaksið til 428 rúm kilometrar. Ein granskari, sum hevur gjørt kanningina, er bilsin um, at ísurin í Útsynningsgrønlandi eisini bráðnar so skjótt. Tí higartil hava eyguni serliga verið vend móti burturbræðingini í útnyrðings og landsynningspartinum í Grønlandi. Í framtíðini fer bræðingarvatnið frá teimum økjunum mest sannlíkt at gera sítt til, at høvini í heiminum fara at fløða meira, sigur Abbas Khan, granskari á DTU í Danmark. Tá granskarar í kanningini koma til ta niðurstøðuna, at tað eisini hvørvur ein stórur partur av ísi í hesum partinum av Grønlandi, merkir tað, at øki, har eingir gletsjarar eru, eisini fara at ávirka, hvussu høvini fara at fløða, bara tí luftin verður heitari. Tað merkir, at ísurin í teimum økjunum eisini ger sítt til, at høvini í heiminum fløða í sama ella størri mun enn í økjunum, har gletsjarar eru, sigur Abbas Khan, granskari. Í kanningini hava granskarar bæði greinað fylgisveinamyndir av Grønlandi og samanborið úrslitini við mátingar. Kanningin varð gjørd frá 2003 2016. Myndugleikarnir í Fraklandi hava givið leitisíðuni Google eina bót uppá 373 milliónir krónur. Google kunnar ikki á nøktandi hátt, hvussu fyritøkan brúkar upplýsingar, sum verða savnaðar inn frá brúkarunum, stendur í avgerðini. Franska dátueftirlitið hevur givið Google bótina fyri at bróta nýggju reglurnar hjá ES um dátuvernd, eisini kent sum GDPR, skrivar franska tíðindastovan, AFP. Í avgerðini frá franska dátueftirlitinum stendur, at Google upplýsir ikki greitt, hvussu upplýsingar, sum brúkarar leggja eftir seg á netinum, verða brúktar. Tað er torført hjá brúkarunum at bæði skilja og stýra, hvussu upplýsingarnar hjá brúkarunum verða brúktar, vísir franska dátueftirlitið á. Serliga í mun til lýsingar á netinum. Fólk seta høg krøv í mun til gjøgnumskygni og eftirlitið hjá okkum, sigur ein talsmaður hjá Google eftir avgerðina hjá myndugleikunum í Fraklandi. Google fer nú at gjøgnumganga avgerðina áðrenn støða verður tikin til, hvat fyritøkan skal gera, so hon livir upp reglurnar, skrivar franska tíðindastovan, AFP. Føroyingar eru raskir at arbeiða. Samanborið við onnur lond er vinnutíttleikin í Føroyum, tað vil siga arbeiðsfjøldin í prosentum av fólkatalinum, tann størsti í Evropa, við Íslandi tætt aftanfyri. Av øllum teim 36.500 fólkunum í Føroyum í aldrinum 15 til 74 ár eru 31.500 í arbeiðsfjøldini, tað vil siga eru vinnuliga virkin. Uttan fyri vinnu eru um 5.000, sambært nýggjum tølum hjá Hagstovuni. Sostatt er vinnutíttleikin millum føroyingar umleið 86 prosent, roknað fyri bæði kynini. Hjá monnum er vinnutíttleikin 88 prosent og hjá kvinnum nærum eins stórur við 84 prosentum. Vinnutíttleikin millum føroyingar er umleið 86 prosent, roknað fyri bæði kyn, sum er tann størsti í øllum Evropa. Hetta er eitt av høvuðsúrslitunum av arbeiðsfjøldarteljingini, sum Hagstovan gjørdi í november í fjør. Í arbeiðsfjøldini eru øll vinnuliga virkin, so sum løntakarar, sjálvstøðugt vinnurekandi og arbeiðsgevarar, arbeiðsleys, ið eru tøk at átaka sær arbeiði, og fólk, sum ólønt hjálpa til í familjufyritøku. Uttan fyri vinnu eru millum annað ungfólk, ið eru undir útbúgving burturav, fólk sum av sjúku, skerdum førleika ella øðrum ikki eru á arbeiðsmarknaðinum, ella fólk, ið eru farin av arbeiðsmarknaðinum, millum annað av aldri ella øðrum. Uttan iva er tað langt síðani seinast, tí sambært djóralæknanum, Anniku P. Nørspang, hava nógv djór vánaligar tenn og munnheilsu sum heild. Nógv fólk, sum hava kelidjór, geva sær als ikki far um, at djórini kunnu fáa tannstein, bruna, hol og annað í munninum, júst eins og vit menniskju. Og tí er umráðandi, at tú sum eigari av einum djóri eisini ert tilvitaður um tannrøktina hjá djórinum, sigur Annika Patursson Nørspang. 8. mars kemur fløgan Hel út á plátufelagnum Record Blade. Heri Joensen heldur, at tónleikurin kanska er meiri fjølbroyttur hesaferð. Hann er millum teir umleið 2500 føroyingarnar, sum hava svøvnapnø. Eitt fyribrigdi, tá fólk, sum sova, fleiri ferðir hvørja nátt halda uppat at anda. Tað var ein lætti at fáa staðfest, hví eg svav so illa, ongantíð kendi meg úthvíldan og var óvanliga troyttur um dagarnar, greiðir Jónfinn Petursson frá. Líka síðani svøvnapnø bleiv staðfest, hevur Jónfinn Petursson sovið væl, tí hvørja nátt svevur hann við eini serligari masku á nøsini. Ein maska, sum gevur hon luft niður í svølgið. Mentanarvirðislønir landsins fyri árið 2018 vórðu í kvøld handaðar á stórum, almennum tiltaki í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Til handanina verða tríggjar virðislønir latnar. Tær eru Heiðursgáva landsins, Mentanarvirðisløn landsins og Virðisløn til ungt listafólk. Dansarin, Búi Rouch, hevur í ár fingið Virðislønina til ungt listafólk og tær 50.000 krónurnar, sum fylgja við. Virðislønin varð latin Búa fyri sansaligu rørslurnar og evnini at føra áskoðaran gjøgnum dansin. Henda virðislønin verður latin ungum listafólki, sum hevur víst serliga góð evni, og sum hevur gjørt vart við seg á síni listabreyt. Virðislønin verður latin fyri at eggja til framhaldandi virksemi og menning. Búi Rouch er 31 ára gamal. Hann er yrkisdansari, og í løtuni er hann búsettur í M nchen í Týsklandi, har hann millum annað starvast sum dansilærari á Iwanson International School of Contemporary Dance. Tá Búi var um tey 18 árini gjørdist hann av álvara áhugaður í sjónleiki, tá hann var í sangleikinum Fame . Áður gekk hann regluliga á dramaverkstaðnum, meðan Fame var fyrsta sjónleikarliga framleiðsla, sum Búi var við í. Við leikbólkinum Hurðar luttók Búi í smærri og stórum listarligum verkæltanum. Tað var eisini sum limur í júst hesum leikbólki, at Búi nam sær royndir við útinnandi leiklistina, sum av álvara gav unga listamanninum blóð upp á tonnina at royna seg við útinnandi listuni, har teatur, tónleikur og rørslur smeltaðu saman í eitt. Í samband við at Búi vann Virðislønina til ungt listafólk, var Búi gestur í sendingini 25 minuttir, har hann greiddi nærri frá lívi sínum og gongdini frá sjónleikara til yrkisdansara. Í grundgevingini fyri at lata Búa Rouch virðislønina, varð sagt, at Búi Rouch dugir við rørslum sínum at vísa kenslur og sambond og at miðla hugmyndir og søgur. Ein dansari má hava fult tamarhald á sínum vøddum, og tað hevur Búi. Við kraftmiklum og yndisligum rørslum ger hann lop, sum bæði eru kvik og spakulig. Búi hevur javnan verið at sæð á palli seinastu árini, bæði uttanlands og í Føroyum. Hesi árini hevur hann prógvað seg sum dugnaligan dansara, koreograf og listamann. Útbúgvingar og yrkisleiðin hevur ført hann gjøgnum dans, koreografi og teatur, og harumframt hevur Búi stóran áhuga fyri dansiteatri. Nútíðardansur er ein lutfalsliga nýggj listagrein í Føroyum, sum tykist at hava stórt viðrák í løtuni. Búi er ein av ungu slóðarunum fyri listagreinini og hevur víst gávur sum fáur. Kroppurin og rørslurnar mála okkum eina mynd ella eina hugmynd og skapa saman við tónleiki, ljósi, litum, búnum og pallmynd eina heildarmynd. Mentanarvirðisløn Heiðursløn Ungt listafólk 2017 Barbara í Gongini Frits Johannesen Konni Kass 2016 Rúni Brattaberg Steinprent Anna Malan Jógvansdóttir 2015 Annika Hoydal Palli Gregoriussen Andrias Høgenni 2014 Torbjørn Olsen Tey av Kamarinum Mattias Kapnas 2013 Tróndur Patursson Árni Dahl Trygvi Danielsen 2012 Tóroddur Poulsen Marianne Clausen Silja Strøm 2011 Jóanes Nielsen Kristian Blak Sakaris Stórá 2010 Sunleif Rasmussen Jonhard Mikkelsen 2009 Kári P. Laura Joensen 2008 Ebba Hentze Martin Tórgarð 2007 eingin virðisløn latin eingin virðisløn latin 2006 Zacharias Heinesen Jógvan Isaksen 2005 Tita Vinther Emil Jull Thomsen 2004 eingin virðisløn latin eingin virðisløn latin 2003 Hanus Kamban Ólavur Hátun 2002 Gunnar Hoydal Axel Tórgarð 2001 Eyðun Johannesen Fuglafjarðar Sjónleikarafelag 2000 Ingálvur av Reyni 1999 Jens Pauli Heinesen 1998 Regin Dahl Í gjár kom fráboðan frá Rigmor Dam, táverandi landsstýriskvinnuni í mentamálum, har boðað varð frá, at Rigmor Dam hevur biðið løgmann loysa seg úr starvi. Rigmor Dam segði við útvarpstíðindini í gjár, at alt álitið millum Landsverk og mentamálaráðið nú er horvið, og fyrrverandi landsstýriskvinnan legði eisini Landsverk undir at hava afturhildið upplýsingar . Aksel V. Johannesen, løgmaður, sigur, at nú tað eisini er greitt, at fleiri rokningar eru komnar undan kavi í samband við skúlabyggingina í Marknagili, er best, at Rigmor Dam fer frá sum landsstýriskjvinna í Mentamálum fyri at fáa politiskan frið. Advokatkanningin av Mentamálaráðnum og Rigmor Dam, fyrrverandi landsstýriskvinnu, sum løgmansskrivstovan hevur fyrireikað, verður av ongum í fyrstu atløgu. Tá frágreiðing er komin um málið, sum sambært løgmanni væntandi verður í summar, verður avgerð tikin í samband við, um málið skal kannast nærri ella ikki. Sambært løgmanni kann endaliga frágreiðingin hjá Landsgrannskoðanini geva ábendingar um, Mentamálaráðið møguliga hevði kunnað gjørt nøkur ting øðrvísi. Fjølrit skrivaði í síðstu viku undir avtalur við Tórshavnar og Tvøroyrar kommunur um nýtslu av vardum verkum, so kommunurnar nú lógliga kunnu avrita vard verk í undirvísingini. Nú eru samráðingarnar við kommunurnar í Føroyum komnar so mikið væl á veg, at allar kommunurnar í landinum skjótt hava skrivað undir avtalur um at fjølrita undirvísingartilfar. Tað er bara ein kommuna eftir, sum vit nú mangla at gera avtalu við, sigur Atli K. Petersen, formaður í stjórnini hjá Fjølriti, við útvarpið. Tá avtalan við Klaksvíkar kommunu er gjørd og skrivað undir, kunnu allir fólkaskúlar í landinum lógliga avrita úr verkum og brúka tilfarið í fólkaskúlaundirvísingini. Arbeiðið, við at fáa allar kommunurnar í Føroyum at fáa viðurskiftini við Fjølrit í rættlag, hevur verið drúgt, tí avtalur skulu gerast við allar kommunur hvør sær, sigur formaðurin í stjórnini hjá Fjølriti. Tað gongur ikki long tíð áðrenn Klaksvíkar kommuna eisini hevur skrivað undir við Fjølrit, so allir landsins fólkaskúlar lógliga kunnu brúka fjølritað tilfar í undirvísingini, væntar Atli K. Petersen. Kommunurnar í Føroyum gjalda 200 krónur fyri hvønn fólkaskúlanæmingin. Gjaldið er fyri upphavsrætindi á tilfari, sum verður fjølritað og brúkt í føroyska fólkaskúlanum. Koyringin hjá Bygdaleiðum verður nú aftur bjóðað út alment. Strandfaraskip Landsins bjóðar nú uppgávuna, at røkja innanoyggja ferðasambandið við bussum, út fyri tey næstu árini. Fyrr hevur Strandferðslan gjørt avtalu við veitarar í fimm ár, men í nýggja útbjóðingartilfarinum skal sáttmáli gerast um koyringina hjá Bygdaleiðum í sjey ár. Hetta er treytað av, at heimild fæst fyri tí í løgtingslóg. Tað eru eisini aðrar broytingar í nýggja útbjóðingartilfarinum. Í framtíðini skulu allir bussar hjá Bygdaleiðum eftir eina skiftistíð taka koyristólar. Ferðandi skulu eisini kunna síggja, hvar bussarnir hjá Bygdaleiðum eru. Tilsamans 19 farleiðir eru í útbjóðingartilfarinum hjá Strandferðsluni. 45,6 milliónir krónur eru settar av um árið til at røkja koyringina hjá Bygdaleiðum fyri, sambært Fíggjarlógini. Freistin, at bjóða uppá koyringina, er 1. mars á middegi. Kærleiki er torfør gáta at loysa. Í nógv ár hava óteljandi forrit roynt at seta pør saman eftir vónum, dreymum og áhuga. Men um svarið nú ikki er at finna í kenslum, kemi og væntanum Um nú ein rúgva av dátum er lykilin til at loysa kærleikans gátu Vit eru við, tá nøkur støk fyrstu ferð hittast andlit til andlits. Vit hava tosað við Saluu Manai, leiðara í Margarinfabrikkini og Petur Háberg, starvsfólk, um hvussu tey vilja lýsa ungdómin í dag, og hvørjar avbjóðingar tey ungu hava. Tey vísa á, at ung í dag er sera virkin, dugnalig og hava áhugamál. Telefonin og sosialu miðlarnir fylla nógv í gerandisdegnum og í mentanini hjá teimum ungu, og tað kann hava við sær avbjóðingar støðugt at verða online . At tøkniliga menningin gongur skjótt hevur eisini við sær, at starvsfólkini á Margarinfabrikkini støðugt mugu arbeiða við at menna tilboðini í Margarinfabrikkini. Tá alt gongur skjótt, hevur tað eisini týdning at tey ungu hava vaksin at tosa við, og at tey ungu kunnu verða á Margarinfabrikkini uttan at gera nakað, siga Salua Manai og Petur Háberg. Ung í dag ganga høgt uppí skúlan og eru eisini sera virkin í frítíðini. Hetta er jaligt, men um trýsti gerst ov stórt, kann tað elva til trupulleikar sum strongd. Tað vísur Ásvør Skaalum, sálarfrøðingur á Miðnámsskúlanum á Kambsdali á. Hin nýggi sessurin er ráðharrin fyri samfelagstrygd, og tað merkir, at løgmálaráðið enn einaferð verður býtt sundur. Ingvil Tybring Gjedde tekur við hesum ráðharrasessinum. Nýggi flokkurin í stjórnarsamstarvinum, Kristiligi Fólkaflokkurin, fær tríggjar ráðharrar, landbúnaðar og matvøruráðharran, barna og familjumálaráðharran og menningar málaráðharran. Franskir myndugleikar vátta nú, at argentinski fótbóltsspælarin, Emiliano Sala, sum fótbóltsfelagið Cardiff City í ensku úrvals deildini keypti frá Nantes leygardagin, var umborð á flogfarinum, sum hildið verður er dottið niður í Ermasundi í gjárkvøldið. Sala var saman við einum flogskipara í einum lítlum flogfari á veg úr Nantes til Cardiff í gjárkvøldið, men um hálvgum níggjutíðin hvarv flogfarið av radaranum og er ikki sætt síðan. Sagt verður, at flogfarið var í 5.000 metrar hædd, men bað um at sleppa niður í hædd. Seinasta fráboðan frá flogfarinum var í 2.000 metrar hædd yvir Casquets vitanum í Ermasundi, og síðani er lagnar hjá flogfarinum ógreið. Cardiff City boðaði leygardagin alment frá um, at felagið hevði keypt Emiliano Sala, og at hann er dýrasti spælari í søgu felagsins. Leygarkvøldið vóru vit á gátt í Húsinum í Klaksvík, har vit hittu fleiri ung millum 13 og 17 ár. Vit tosa við Evu N. Djurhuus, 13 ár, Anitu Vágsá, 14 ár, Róa Magnusson, 16 ár, Eli Ragnarsson, 17 ár, Ingun Nord Olsen, 16 ár, Una Sigurðsson, 16 ár, og Hóra Skaale, ið er 14 ár. Firouz Gaini hevur granskað í ungdómsmentan og ungdómsviðurskiftum. Vit práta við Firouz um ungdómslív í Føroyum. Tey ungu, sum íðka ítrótt, eru mong í tali. Vit vitja í Hoyvíkshøllini, har vit hitta ungu leikararnar Sakaris Sakarisson og Høgna Gaard, og venjaran Sonna Larsen. Hvussu er at flyta til Spania einsamøll á ungum árum Vit spyrja 23 ára gomlu Eyðvør Klakstein, ið sum 19 ára gomul flutti til Spania. Millum ungfólk er hetta at stroyma tónleik eitt sera vanligt fyribrigdi. Men tað eru eisini ung, sum hava tokka til vinyplátuna. Og ein teirra er 14 ára gamla Bjørg Østerø. Sum svimjari telist 18 ára gamla Signhild Joensen millum fremstu ítróttarfólkini í Føroyum. Men hvat krevur tað og hvat fært tú aftur, tá tú svimur á so høgum støði Hvussu er at vera ung í Føroyum í dag Vit spyrja Salua Manai og Petur Háberg, ið starvast á Margarinfabrikkini í Havn. Hvørjar eru høvuðsavbjóðingarnar hjá ungum í dag Hendan og aðrar spurningar venda vit saman við Ásvør Skaalum, sum er sálarfrøðingur á Miðnámsskúlanun á Kambsdali. Og hvat siga tey ungu sjálvi um at vera ung í Føroyum í dag Beinleiðis orðaskifti millum Rannvá Eyðunardóttir, Hera Danielsen og Rók Herup Olsen. Tú kanst hoyra sendingina her. Landsverk gjørdar bara munnligar avtalur við undirveitarar í tíðini uppundir, at miðnámsskúlin í Marknagili skuldi verða avhendur. Hvørki núverandi stjórin á Landsverki, Árant Andriasson, ella fyrrverandi stjóri, Ewald Kjølbro, vilja gera samrøðu við sjónvarpið um málið. Hóast Mentamálaráðið varð kunnað 5. januar, um at 30 milliónir krónur í ógoldnum rokningum fyri skúlabyggingina í Marknagili liggja hjá Landsverki, er eingin kunning send løgtinginum. Og ikki fyrr enn 16 dagar seinni, tá landsstýriskvinnan legði frá sær, fekk almenningurin at vita, at ógoldnar rokningar fyri tíggjutals milliónir eru komnar undan kavi. Kringvarpið og Fjølrit hava skrivað undir avtalu, sum hevur Kringvarpinum rætt at senda al tilfar, sum er givið út í Føroyum eftir teimum treytum, sum sáttmálin ásetur. Poul Michelsen, landsstýrismaður, sigur, at spurningurin um Schengen ger, at tað er trupult at yvirtaka alt útlendingaøkið, men ætlanin er ikki slept. Í Snipp snapp eru teknifilmar, ið eru ætlaðir smáum børnum. Snipp snapp er hvørt mikukvøld og verður endursent hósdag og um vikuskiftið. Kappingarráðharrin í ES samveldinum, Margrethe Vestager, skrivar í fráboðan, at reglurnar hjá MasterCard hava kostað brúkarum og handlum eyka. Evropiskir brúkarar brúka gjaldkortið hvønn dag, tá teir keypa mat ella klæðir á netinum. Við at forða handilsfólkum í at velja bestu treytir frá bankum í øðrum ES limalondum, hevur MasterCard hildið kostnaðinum fyri kortgjaldingar á kunstiga høgum stigi til skaða fyri brúkarar og handilsfólk. Bótin til MasterCard er í hægra endanum, og tá eru enntá 10 prosent tikin av bótini, tí fyritøkan hevur samstarvað við ES nevndina. Grundarlagið fyri støddini á bótini er grundað á atlit til eitt nú, hvussu grovt brotið er og hvussu leingi tað hevur vart, upplýsir ES nevndin. Margrethe Vestager hevur fyrr útskrivað stórar rokningar til aðrar amerikanskar fyritøkur. Størstu bótina fekk Google. Hon var 32 miljardir danskar krónur. Trump skrivaði í 2017 á Twitter, at USA fer ikki longur at góðtaka og loyva transfólki at koma í herinum, tað merkir, at tey, sum hava eitt annað kyn enn sítt lívfrøðiliga kyn, sleppa ikki at gera herskyldu í USA. Býrt tú í Norðstreymoy eru sannlíkindini fyri, at tú arbeiðirvæl størri, enn um tú býrt Suðuroynni. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Hagstovu Føroya, sum hevur hugt nærri at vinnutýttleikanum í ymisku økjunum í Føroyum. Sambært tølunum hjá Hagstovuni, arbeiða lutfalsliga flest fólk í Norðstreymoy, har arbeiða 87,8 prosent av fólkunum. Síðani koma Eysturoy og Suðurstreymoy har hava 87,6 prosent eitt arbeiði. Ringast stendur hinvegin til í Sandoynni og Suðuroynni. Har hava ávikavist 81,7 og 79,3 prosent av fólkunum eitt arbeiði at fara upp til, vísa nýggjastu tølini hjá Hagstovuni yvir arbeiðsfjøldina í Føroyum. Sum nakað nýtt skipar rennifelagið Brangdið í ár fyri felags venjingum til teirra, sum ætla sær at renna hálvt ella heilt maraton í summar. Vit venja tríggjar ferðir um vikuna, og í løtuni gera vit nokkso nógv við at venja interval, soleiðis at rennararnir betra um sína kondi, sigur Ann Thomsen, forkvinna í Bragdinum. Vit hugsaðu, at tað møguliga fóru at koma eini 10 fólk, men longu til fyrstu venjingina møttu umleið 50 fólk upp, og í gjár vóru vit útvið 70 rennarar, sigur Ann Thomsen. Tvey, ið ætla sær at renna maraton fyri fyrstu ferð, eru Dorte Petersen og Mikkjal Helmsdal. Í morgunsendingini greiddu tey millum annað frá, hví tey ynskja at klára at renna teir beint yvir 42 kilometrarnar. Talskvinnan hjá Trump, Sarah Sanders, hevur fingið boð um, at tað ikki longur er stríðið vert at halda regluligar tíðindafundir, har journalistar kunnu seta spurningar. Á twitter skrivar Trump, at orsøkin til, at Sarah Sanders ikki longur fer á talarastólin er, at pressan er óhøvisk í móti henni, og endurgevur hana óneyvt. Tað hevur verið alsamt longri millum tíðindafundinrar í Hvítu húsunum síðani Trump flutti inn fyri tveimum árum síðani, og forsetin liggur í orðadrátti við fleiri stór dagbløð og sjónvarpsrásir í USA. Trump hevur millum annað lagt Washington Post á ís, blaðið hevur fakta kekkað alt, sum forsetin hevur sagt, síðani hann tók við sum forseti. Lutir av Skarði verða sýndir fram í Miðstovuni í Klaksvík, um viðrar verður gongutúrur frá Haraldssundi til Skarðs Brandur í Kongsstovu verður ferðaleiðari, og minnisløta verður í Spaniastovu í Klaksvík við sangi og fyrilestrum. M.a. fer Hanus G. Johansen at greiða frá einum brævi, sum sigur frá einari hending á Skarði, og eisini verða filmsbrot av Skarði víst. Og sunnudagin verður minningargudstænasta í Kunoyar kirkju, har Jógvan Fríðriksson prædikar. Í sjónvarpinum leygarkvøldið endursenda vit sendingina Tá gløðurnar sortnaðu , um bygdina Skarð, sum tollaksmessudag 1913 í ódnarveðri misti allar arbeiðsførar menn á útróðri og varð avtoftað. Seinastu fólkini fluttu úr bygdini í 1919. Í útvarpinum leygarkvøldið klokkan 7 kemur sendingin Tollaksmessudagur 1913, sum eisini er ein sending um Skarðs bygd. Kári Sólstein leggur til rættis. Búi Rouch hevur drúgvar royndir innan samtíðardans, koregrafi og sjónleik. Hetta heldur hann vera ein styrki, tí hesar listagreinarnar hanga nógv saman. Búi Rouch býr í M nchen í Týsklandi, har hann starvast og undirvísir á einum dansi akademi. Men hann ætlar sær at flyta heim til Føroyar, har hann hevur fleiri verkætlanir fyri framman. Búi Rouch hevur í ár fingið Virðislønina til ungt listafólk og tær 50.000 krónurnar, sum fylgja við. Virðislønin til Ungt listafólk varð latin Búa Rouch fyri sansaligu rørslurnar og evnini at føra okkum gjøgnum dansin. Bæði løgtingsval og fólkatingsval verða í ár. Um ikki so leingi byrja valstríðini av álvara, har bæði sitandi tingfólk, fyrrverandi politikarar og fólk, sum ikki hava verið í politikki áður, fara at kappast um tína atkvøðu. Men hvat ger tað við ein at vera politikari Eru politikarar falskari enn onnur Og hvussu er tað ikki at verða afturvaldur Í morgunsendingini í morgun fingu vit eitt prát við Bergtóru Høgnadóttir, fyrrverandi tingkvinnu fyri Tjóðveldi, um tær avbjóðingarnar, sum standast av at vera í politikki. Bergtóra Høgnadóttir var á tingi frá 2008 til 2011. Sjálvt um hon er glað fyri tíðina sum tingkvinna, hevur hon ongar ætlanir um at stilla upp aftur. Hoyr samrøðuna við hana, um hví hon ikki hevur hug at fara í politikk aftur, og hvørja ávirkan politikkur annars hevur havt í hennara lívi. Í hesum orðaskiftinum í Nón, sum hevði tematýsdag um Ung í Føroyum, hugleiða tey um tað at vera ungur í Føroyum. Um at seta sær mál. Um vera undir einum ávísum trýsti. Um at sosialir miðlar eru ein støðugur partur av teirra vakna lívi. Um politikk. Og um at framtíðardreymar. Í kvøld klokkan 19 verða Mentanarvirðislønir Landsins latnar í Fuglafirði. Talan er um tríggjar virðislønir mentanarvirðislønina, heiðursgávu landsins og so virðislønina til eitt ungt listafólk. Í virðislønarbólkinum, sum er bólkurin sum avger, hvør skal hava hesar virðislønirnar, sita fimm fólk. Fyri mentamálaráðið sita Alda Joensen og Archibald Blak. Og fyri LISA sita Oggi Lamhauge, Knút háberg Eysturstein og Katrina í Geil. Til handanina vórðu tríggjar virðislønir latnar. Tær eru Heiðursgáva landsins, sum í ár varð latin Astrid Andreasen , Virðisløn til unga listafólk, sum í ár varð latin Búa Rouch , og so Mentanarvirðisløn landsins, sum í ár varð latin Bárði Jákupsson. Mentanarvirðislønin varð latin Bárði fyri stóra eldhugan og fjølbroytta listarliga virksemið hansara. Umframt heiðurin fær Bárður Jákupsson 150.000 krónur. Longu frá barnsbeini av hevði Bárður ein serligan áhuga fyri at tekna og mála. Samstundis hevur hann havt størv sum lærari, ritstjóri og savnsstjóri. Hugurin stóð til tekning og máling, men ivasamt var, um livast kundi av tí. Tí fór Bárður at lesa á læraraskúla, og síðani fór Bárður so á málaraskúla á Kunstakademinum í Keypmannahavn. Eftir uppskoti frá Bárði varð útgerð til grafiskan verkstað útvegað Norðurlandahúsinum. Verkstaðurin var fyrst har, síðani í Listaskálanum og nú á Østrøm, og nógv útlendsk og føroysk listafólk royna seg har. Bárður Jákupsson hevur eina drúgva søgu í føroyska listaheiminum, og tá hann hitti Jógvan Arge, blivu tað til ikki mætari enn fýra sendingar um lív hansara. Mangar ferðir hevur navn hansara verið at hoyrt bæði í útvarpi og sjónvarpi, og fyri gott tveimum árum síðani var hann gestur í mentanarsendingini, Grindin, sum vitjaði Bárð í samband við listaframsýning hansara í Steinprent. Í 2003 varð sjónvarpssending gjørd um ein av fremstu málarum. Sendingin varð gjørd í samband við, at Bárður segði starvi sum stjóri á Listaskálanum frá sær og fór til Gjáar til mála. Hann vildi hava betri stundir at mála, men ein álvarsligur blóðtøppur skumpadi eisini undir ynskið um broytingar, áðrenn ov seint var. Náttúran er einki, myndin av henni er alt, hevur eitt modernað listafólk einaferð sagt. Tað var ein avbjóðandi útsøgn, men í henni er eisini ein sannleiki og hann er avgjørt galdandi fyri ein listamann sum Bárð Jákupsson. Hann hevur í mong ár verið hugtikin av berginum, sum so stórsligið hevjar seg upp úr havinum við føroysku strendurnar. Soleiðis stóð skrivað í innbjóðing til framsýning í Listasavninum fyri fimm árum síðan. Í myndlistini hevur Bárður Jákupsson heilt frá ungum árum víst eitt sjáldsamt treiskni, áhaldni, hegni, dirvi og serligan dugnaskap. Náttúrulýsingarnar í myndunum eru rytmiskar og stórbærar. Í litum og myndevnum sæst ein kærleiki til náttúruna, upphav til grøði og lív. Mensk megi og musikalitetur hómast mangastaðni í hansara myndlist. Ofta eru myndirnar eksplosivar, men tær eru eisini nemandi og inniligar. Bárður Jákupsson er eisini ein av okkara virknastu bókateknarum. Í meira enn eina hálva øld og í eini tíð, tá ið sigast má, at tekningar í bókum vóru sum lundi á jólanátt, hevur hann myndprýtt eina ørgrynnu av barnabókum, skúlabókum, yrkisbókum, stuttsøgum og tíðarritsgreinum, heilt frá Míni jólabók í fimmtiárunum, tíðarritinum Mondli í sjeyti og áttatiárunum og til Móðurmálsorðabókina í 1998. Allastaðni hava eyðkendu strikurnar hjá Bárði sett sín livandi dám. Mentanarvirðisløn Heiðursløn Ungt listafólk 2017 Barbara í Gongini Frits Johannesen Konni Kass 2016 Rúni Brattaberg Steinprent Anna Malan Jógvansdóttir 2015 Annika Hoydal Palli Gregoriussen Andrias Høgenni 2014 Torbjørn Olsen Tey av Kamarinum Mattias Kapnas 2013 Tróndur Patursson Árni Dahl Trygvi Danielsen 2012 Tóroddur Poulsen Marianne Clausen Silja Strøm 2011 Jóanes Nielsen Kristian Blak Sakaris Stórá 2010 Sunleif Rasmussen Jonhard Mikkelsen 2009 Kári P. Laura Joensen 2008 Ebba Hentze Martin Tórgarð 2007 eingin virðisløn latin eingin virðisløn latin 2006 Zacharias Heinesen Jógvan Isaksen 2005 Tita Vinther Emil Jull Thomsen 2004 eingin virðisløn latin eingin virðisløn latin 2003 Hanus Kamban Ólavur Hátun 2002 Gunnar Hoydal Axel Tórgarð 2001 Eyðun Johannesen Fuglafjarðar Sjónleikarafelag 2000 Ingálvur av Reyni 1999 Jens Pauli Heinesen 1998 Regin Dahl Enn hava líkindi ikki verið at sleppa til nøkur støð í Fugloy, har tyrla, staðkend fólk og løgregla ikki fingu leitað eftir einum ferðamanni, sum hvarv í oynni 11. januar. Leitingin eftir 29 ára gamla ferðamanninum úr Eysturríki, sum hvarv í Fugloy, steðgaði 15. januar, og enn hava líkindi ikki verið at leita, har leitast ikki kundi tá, sigur løgreglan. Ringar umstøður eru at ganga í fjøllunum í løtuni, og so skjótt líkindini verða frægari, verður eisini leitað á teimum støðunum, har tað higartil ikki hevur borið til at leita eftir manninum. Løgreglan ger ikki meira við málið í løtuni, uttan so at okkurt verður funnið, ið gevur orsøk at taka leitingina uppaftur. Eingi nýggj vitni hava vent sær til løgregluna, síðani skipaða leitingin steðgaði týsdagin í síðstu viku. Til handanina verða tríggjar virðislønir latnar. Tær eru Virðisløn til ungt listafólk, sum varð latin Búa Rouch , dansara, Mentanarvirðisløn landsins, og Heiðursgáva landsins. Listakvinnan, Astrid Andreasen, fær Heiðursgávu landsins fyri sítt ómetaliga stóra íkast til at skjalprógva føroyska mentanar og náttúruarvin gjøgnum vísindaliga tekning. Heiðursgávan verður latin fyri at hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv. Umframt heiðurin fær Astrid Andreasen eisini 75.000 krónur. Astrid Andreasen er ein fjøltáttað listakvinna. Hon er útbúgvin broderingarlærari, hon hevur teknað frímerkir, og sum vísindaligur teknari hevur hon teknað nærum alt, sum livir og grør í føroysku náttúruni. Hóast hon var dóttir ein skúlalærara, treivst Astrid als ikki í skúlanum. Eftir ætlan skuldi Astrid á vevskúla í Danmark, men hon endaði við at fara á broderingarskúla. Í samrøðu við Sissal Kampmann greiddi Astrid frá lívsleið síni, har tilvildin ráddi. Tú kanst hoyra sendingina Alt av tilvild her . Tí í Müllers Pakkhúsi lat stór listaframsýning upp til heiðurs fyri tí fjøltáttaðu listakvinnuna. Dagur og Vika vitjaði listakvinnuna, sum greiddi eitt sindur frá listuni, ið hevur myndað lív hennara. Í grundgevingini fyri at lata Astrid Andreasen heiðursgávuna, varð sagt, at Astrid Andreasen hevur í meira enn 20 ár virkað sum vísindaligur teknari. Hon hevur lært seg hetta yrkið á Jerlesborgskúlanum í Svøríki. Frá hennara hond liggur hópin av tekningum til gagns fyri gransking og miðling av náttúru og mentanararvi okkara. Astrid Andreasen hevur stóran part av sínum arbeiðslívi starvast innan lívfrøði og hevur teknað nærum alt, ið livir og grør í føroysku náttúruni. Fiskar, fuglar, seyðir, hvalir, skordýr, flogkykt, blómur og tari hava bergtikið hana, og hon hevur teknað og skrásett lívfrøðiliga fjølbroytnið við ómetaligari virðing og nágreining. Avrikini hjá Astrid Andreasen hava sett síni spor víða hvar í landinum. Hon hevur í øllum sínum vísindaliga virki á áhugaverdan og estetiskan hátt ført tað listarliga huglagið inn í skrásetingina, og samstundis hevur skrásetingin givið íblástur til hennara frálíka listarliga virksemi. Mentanarvirðisløn Heiðursløn Ungt listafólk 2017 Barbara í Gongini Frits Johannesen Konni Kass 2016 Rúni Brattaberg Steinprent Anna Malan Jógvansdóttir 2015 Annika Hoydal Palli Gregoriussen Andrias Høgenni 2014 Torbjørn Olsen Tey av Kamarinum Mattias Kapnas 2013 Tróndur Patursson Árni Dahl Trygvi Danielsen 2012 Tóroddur Poulsen Marianne Clausen Silja Strøm 2011 Jóanes Nielsen Kristian Blak Sakaris Stórá 2010 Sunleif Rasmussen Jonhard Mikkelsen 2009 Kári P. Laura Joensen 2008 Ebba Hentze Martin Tórgarð 2007 eingin virðisløn latin eingin virðisløn latin 2006 Zacharias Heinesen Jógvan Isaksen 2005 Tita Vinther Emil Jull Thomsen 2004 eingin virðisløn latin eingin virðisløn latin 2003 Hanus Kamban Ólavur Hátun 2002 Gunnar Hoydal Axel Tórgarð 2001 Eyðun Johannesen Fuglafjarðar Sjónleikarafelag 2000 Ingálvur av Reyni 1999 Jens Pauli Heinesen 1998 Regin Dahl Í øllum meldrinum um byggigøluna í Marknagili hevur eitt ivamál stungið seg upp, sum kann hava stórar fíggjarligar avleiðingar fyri landið Tað vil fyribils stjórin á Landsverki, Árant Andriasson, hava at vita frá Mentamálaráðnum og Samferðslumálaráðnum í telduposti, sum hann sendi tann 15. januar. Hann biður um skjótt svar, tí sama dag hevur hann fingið teldupost frá danska advokatinum Jonas Sørensen, sum ger greitt, at 30. januar er seinasta freist hjá Landsverki at gera ein duplik til málið, ið er seinasti møguleiki hjá saksøkta at gera skrivligar viðmerkingar til málið. Advokaturin sigur, at viðmerkingin frá Landsverki til rættarmálið skuldi í grundini longu verið komin, men freistin varð útsett til 30 januar, tí Landsverk varð umskipað sum stovnur. Sjálvur metir hann, at Landsverk ikki hevur ábyrgdina og heimildina longur, tí fíggjarliga stýringin av málinum um Skúladepilin í Marknagili varð tikin frá Landsverki og løgd undir Mentamálaráðið. Tað er einki at ivast í, at tað er Mentamálaráðið, ið er viðkomandi myndugleiki. Samferðslumálaráðið hevur ikki heimild at geva Landsverk tænastuboð viðvíkjandi játtanini hjá Mentamálaráðnum til Glasir. So tað má verða Mentamálaráðið, sum tekur støðu til um farast skal víðari við rættarmálinum . Tað sigur Rúni Joensen, tí verklagslógin, ið heimilar byggingina, liggur undir málsøkinum hjá Mentamálaráðnum. Harafturat er verklagslógin farin úr gildi, og tí hevur Landsverk tørv á eini heimild frá Mentamálaráðnum at fara víðari við rættarmálinum. Eg eri als ikki samdur við Rúna Joensen. Tað er Landsverk sum stovnur, sum hevur eitt gerðarrættarmál við TG Verk. Tað er Landsverk sum byggiharri, sum hevur skrivað sáttmála við TG Verk. Ósemjan var millum Landsverk og TG Verk, sum førdi til gerðarrættarmálið. Tað er tí Landsverk, sum landsins byggimyndugleiki, sum førir rættarmálið . Poul Geert Hansen sigur eisini í sama brævi, at játtanin, sum Mentamálaráðið hevur ábyrgd av, er oyramerkt av fíggjarnevndini til serstøk endamál, og gerðarrættarmálið var ikki partur av tí. Tí skal Landsverk taka støðu til, um farast skal víðari við rættarmálinum og fíggja tað av sínum egna rakstri. Hann leggur eisini afturat, at hevur Landsverk tørv á eykajáttan til endamálið, so skulu tey biðja Løgtingið um tað. Alt hetta endar við einum fundi í Tinganesi, har Løgmansskrivstovan, Fíggjarmálaráðið, Samferðslumálaráðið og Mentamálaráðið koma saman við tí endamáli at fáa greiðu á skipanarligu ósemjunum, sum hava stungið seg upp í kjalavørrinum av málinum, har ábyrgdin av Landsverki varð býtt sundur millum ymisk málaráð. Har var avgerð tikin um, at Landsverk skal gera eina meting viðvíkjandi, hvørt farast skal víðari í rættarmálinum. Kostnaðurin skal finnast í verandi játtan hjá Landsverki, og um tørvur er á øktari játtan, skal eykajáttan fáast frá Løgtinginum. Fæst tann eykajáttanin ikki, skal málið hevast. Politiska og embætisliga leiðslan í Tinganesi samdist á fundinum fríggjadagin um, at skipanin við Landsverki má eftirmetast sum skjótast. Í fundarfrásøgnini stendur Í hesum sambandi hevur tað týdning at fáa til vega tey álit og tær kanningar, sum higartil hava verið skrivað um bygging og bygnings umsiting hjá landinum . Nú hevur 29 ára gamli verjuspælarin undirskrivað sáttmála við norska felagið, HamKam. Fulla navnið hjá felagnum er Hamarkameratene. Odmar Færø sigur við heimasíðuna hjá HamKam, at tá hann sá góðu umstøðurnar hjá felagnum og høga stigi á fótbóltsspælinum, visti hann alt fyri eitt, at hann ynskti at gerast partur av felagnum. Miðverjin sigur eisini, at hann vónar, at hetta fer at hava við sær, at hann fer at mennast sum spælari, og tí eisini spæla væl fyri føroyska landsliðið. Men Sonja Jógvansdóttir og Kristin Michelsen, sum vórðu vald inn fyri Javnaðarflokkin í 2015 eru ikki í flokkinum meir, og tí er flokkurin tódnaður úr átta niður í seks tingfólk. Tjóðveldi er nú størsti flokkur við sjey tingumboðum. Framsókn er í vanda fyri at missa forkvinnuna í fíggjarnevndini, tí Kristin Michelsen, sum eisini er í fíggjarnevndini, ikki er í samgonguni meir. Tað vil siga, at samgongan er í minniluta har, um Kristin Michelsen leggur saman við andstøðuni. Bæði Framsókn og Tjóðveldi kunnu sigast at hava grein í sínum máli, um teir til sín egna fyrimun vilja hava málsøkjabýtið í landsstýrinum lagt av nýggjum. Tjóðveldi er óskalað og telur framvegis sjey, so um tað yvirhøvur skal koma ann upp á at kompensera nakran, vænti eg, at tey flestu duga so mikið væl at rokna í høvdinum, at tey leggja hasa kabalina eitt sindur øðrvísi enn panelið í Degi og Viku, Fíggjarmál og fiskivinnumál, sum Tjóðveldi hevur í dag, eru millum tyngstu sessirnir í landsstýrinum. Harafturat hevur Tjóðveldi tingformannin. Landsstýrissessir telja meir enn formanssessir í tingnevndunum, men formanssessirnir eru eisini partur av kabalini, og har hevur Tjóðveldi fingið í posa og sekk, heldur Hanna Jensen úr Framsókn á sama Facebook tráði. har hevur Tjóðveldi 3 av 7 ella 4 av 8, um vit telja tingformannin uppí. Hetta er eisini gloymt á hesum tráðnum, um man veruliga vil tosa um javnvág, sigur Hanna Jensen. Eitt er vist valdsbýtið millum samgonguflokkarnar er broytt so mikið nógv síðani valið í 2015, at tað skuldi verið løgið, um flokkarnir ikki fara at togtogast um ymisku sessirnar. Framsókn er hinvegin liberalur flokkur og minsti flokkur í eini vinstrahallari samgongu, sum nú eisini sær út til at missa forkvinnuna í fíggjarnevndini. Javnaðarflokkurin vil samstundis ikki missa ov nógv í mun til tað, sum flokkurin hevði eftir valið í 2015, og løgmaður hevur altíð møguleika at skriva út nýval, um ónøgdin hjá honum verður ov stór ella málsøkjaknúturin ikki er til at loysa. Valskeiðið líður móti endanum, men júst tí kann tað hava týdning fyri flokkarnar, hvør situr í ymisku sessunum hesar síðstu mánaðirnar. Ewald Kjølbro verður koyrdur frá sum stjóri á Landsverki í desember. Ein av orsøkunum til, at politiska skipanin ikki longur hevur álit á Ewald Kjølbro er, at hann sambært Fíggjarnevndini ikki hevur veitt sannar upplýsingar í málinum um byggigøluna í marknagili. Árant Andriasson verður settur sum nýggjur stjóri 7. januar, men longu viku seinni, 15. januar, er aftur galið við upplýsingini frá Landsverki. Tá sendir Landsverk skriv til Samferðslumálaráðið, har greitt verður frá, at beint undan avhendan vóru bara munnligar avtalur gjørdar. Landsgrannskoðarin heimilar slíkum framferðarhátti, skrivar Landsverk. Hatta er ikki rætt. Landsgrannskoðanin heimilar ikki nakað sum helst, og sum ein meginregla eiga skrivligar avtalur altíð at gerast, tá ið tað almenna skal keypa eitthvørt arbeiði frá einum undirveitara, sigur Landsgrannskoðarin í stuttari viðmerking. Jónleif Johannesen er formaður hjá Løgtingsgrannskoðarunum, og hann sigur við útvarpið, at kanningin er so mikið stór, at hann væntar, at hon fer at lýsa málið út í æsir. Ein var um bygnaðin og ábyrgdarbýtið, altso at Samferðslumálaráðið og Mentamálaráðið bæði hava ábyrgd av Landsverki við atliti at skúlabyggingini í Marknagili. Landsgrannskoðarin skrivar í 2016 Ein óheppin støða kann taka seg upp, skuldi tað hent, at Mentamálaráðið og Samferðslumálaráðið gerast ósamd um leiklutin hjá Landsverki, ella um Landsverk ikki livir upp til væntanirnar hjá Mentamálaráðnum . Í síðstu viku metti Landsverk, at ógoldnar rokningar eru fyri einar 30 milliónir krónur, men hvussu stór eykarokningin verður, er ógreitt. Óvissan snýr seg um, hvørt tað koma fleiri rokningar, skrivaði fyribilsstjórin á Landsverki, Árant Andriasson í viðmerking til Kringvarpið í gjár. Eitt annað, sum ger seg galdandi er, at vit hava samskifti í gongd við nakrar av veitarunum, har ósemja er um støddina á ávísum rokningum. Hetta eru orsøkirnar til, at tað ikki ber til at siga, hvør møguliga meirupphæddin verður, men tað verður væntandi greitt í næstum, skrivaði fyribilsstjórin á Landsverki í gjár. Tað er ikki í lagi, at føroysku pensjónsfeløgini fáa verri avkast enn tey donsku. Heldur hetta fram, mugu við umhugsa at lata meira upp fyri kapping, sigur Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum. Ein kanning hjá Tryggingareftirlitinum avdúkar, at íløguavkastið í donskum pensjóns og tryggingarfeløgum er nógv størri enn í teimum føroysku. Hetta kann fáa týdning fyri tað, sum fólk fáa útgoldið við pensjónsaldur, sigur Jógvan Thomsen, stjóri í Tryggingareftirlitinum. Eftirlitið fer nú at kanna onnur viðurskifti hjá feløgunum, millum annað umsitingarkostnaðin. Nógv viðurskifti hava darvað virkseminum hjá føroysku pensjónsfeløgunum, millum annað forskattingin av pensjónum, sigur stjórin hjá LÍV, Jan Jakobsen. Tíðarskeiðið, sum kanningin fevnir um, er ov stutt og gevur ikki eina rættvísandi mynd, sigur Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, sum hevur pensjónir og eftirløn í LÍV. Felagið eigur eisini part av felagnum. Føroyingar eiga sjálvir at avgera, hvar teir hava sínar pensjónir, halda Kim Hansen, tryggingarráðgevi, og Turið Finnbogadóttir Arge, rakstrarstjóri í BankNordik. Tann rættin hava føroyingar ikki í dag, tí lógin ásetur, at pensjónin skal sparast upp í Føroyum. Radarin viðger, hví føroysk pensjónsfeløg hava verri íløguavkast enn tey donsku, og hví føroyinar skulu noyðast at spara upp, har avkastið er verri. Í 2016 fekk íslendski rithøvundurin Arnar Már Arngrimsson Virðisløn Norðurlandaráðsins fyri Barna og Ungdómsbókmentir fyri bókina Onki samband, sum annars eisini er ungdómsskaldsøgan, sum er at hoyra í útvarpi kringvarpsins sunnukvøld. Vit hitta Arnar Már Arngrimsson, sum í hesum døgum leggur bókina fram fyri føroyingar. Fríggjadagin verður fernisering á Listasavni Føroya við ungu listakvinnuni Silju Strøm. Vit hitta listakvinnuna úr Vestmanna, og fáa harumframt Kinnu Poulsen, ummælara, at siga nøkur orð um Silju. Ræðist tú jazz er heitið á Nátturðabita, sum Edvard Nyholm Debess borðreiðir við mikudagin klokkan 17. Vit fara at fregnast, tá Edvard støkkur inn á gólvið miðskeiðis í sendingini. Vetrarjazzur og Puls er tvey sera spennandi tónleikatiltøk. Og vit frætta meiri, tá Sunnuva Bæk vitjar í Nón. Í hesum døgum letur bólkurin Afenginn úr hondum forkunnugu fløgana Klingra. Vit fáa vitjan av Kim Rafael Nyberg og Dánjal á Neystabø. Og Tórshavnar Big Band fer leygarkvøldið á pall við eitt nú einum nýskrivaðum verki. Vit hitta Eirik Skála og Herluf L tzen. Tú kanst hoyra sendingina her Tað er ikki í lagi, at føroysku pensjónsfeløgini fáa verri avkast enn tey donsku. Heldur hetta fram, mugu við umhugsa at lata meira upp fyri kapping, sigur Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum. Ein kanning hjá Tryggingareftirlitinum avdúkar, at íløguavkastið í donskum pensjóns og tryggingarfeløgum er nógv størri enn í teimum føroysku. Hetta kann fáa týdning fyri tað, sum fólk fáa útgoldið við pensjónsaldur, sigur Jógvan Thomsen, stjóri í Tryggingareftirlitinum. Eftirlitið fer nú at kanna onnur viðurskifti hjá feløgunum, millum annað umsitingarkostnaðin. Nógv viðurskifti hava darvað virkseminum hjá føroysku pensjónsfeløgunum, millum annað forskattingin av pensjónum, sigur stjórin hjá LÍV, Jan Jakobsen. Tíðarskeiðið, sum kanningin fevnir um, er ov stutt og gevur ikki eina rættvísandi mynd, sigur Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, sum hevur pensjónir og eftirløn í LÍV. Felagið eigur eisini part av felagnum. Føroyingar eiga sjálvir at avgera, hvar teir hava sínar pensjónir, halda Kim Hansen, tryggingarráðgevi, og Turið Finnbogadóttir Arge, rakstrarstjóri í BankNordik. Tann rættin hava føroyingar ikki í dag, tí lógin ásetur, at pensjónin skal sparast upp í Føroyum. Radarin viðger, hví føroysk pensjónsfeløg hava verri íløguavkast enn tey donsku, og hví føroyinar skulu noyðast at spara upp, har avkastið er verri. Bárður Jákupsson, listamaður, hevur fingið Mentanarvirðisløn landsins fyri árið 2018 fyri stóran eldhuga og fjølbroytt listarligt virksemi. Í tí sambandi endursenda vit sendingina Langa leiðin norðureftir um Bárð Jákupsson. Sendingin varð fyrstu ferð send í 21. sept. 2003. Bárður Jákupsson er helst tann persónurin, sum hevur havt størstu ávirkanina yvirhøvur í føroyska listaheiminum hesi seinastu 25 árini. Starvið sum stjóri í Listasavni Føroya hevur givið eitt mandat, sum hevur verið dúgligani nýtt. Men Bárður er eisini ein av Føroya fremstu málarum. Fyri einum góðum hálvum árum síðani segdi hann knappliga stjórastarvið frá sær, og legði leiðina norður til Gjáar at mála. Orsøkirnar vóru fleiri. Hann vildi hava betri stundir at mála, men ein álvarsligur blóðtøppur skumpadi eisini undir ynskið um broytingar, áðrenn ov seint var. í sendingini hoyra vit onnur listafólk siga sína hugsan um hann, men fyrst og fremst verður varpað ljós á listamannin og menniskjað Bárð Jákupsson. 45 ára gamli Sigfríður Clementsen, sum hevur UEFA A prógv, hevur fyrr verið venjari hjá B36, ÍF, AB, EB Streymi, HB, TB og Víkingi. Vit eru sera fegin um at hava fingið ein av allarbestu venjarunum í landinum til felagið, sigur Julius Vest Joensen, formaður í FC Suðuroy. Kendasti sangur á fløguni er Promise Me , ið eisini var hennara týdningarmesti sangur í DR kappingini. Guðrun sigur í sendingini, at Promise Me hevur hildið lívið í henni. Hon var í nógv ár í Danmark og livdi av at syngja konsertir. Síðani tók hon vokal læraraprógv og flutti aftur til Føroya, her hon starvast sum sanglærari. Guðrun Sólja Jacobsen er av Tvøroyri, men býr í Havn. Plátubarin mai 2018. Nýggjur formaður er Jákup Mørk. Sámal Ímundarson heldur fram sum næstformaður, og Rolf Herup Olsen heldur somuleiðis fram sum kassameistari. Hini í nevndini eru Anja Weyhe, Símun Grønadal, Steinbjørn Hardlei, Jákup Lamhauge og Heini Hellisdal Poulsen, sum er umboðið hjá ungdómsnevndini. Tunnel of Love var øðrvísi, tí hon var gjørd í eini hjúnaskilnaðarstøðu, og harvið meira kenlsulig enn vanligt var hjá Springsteen. Men eisini hesaferð var talan um eitt plettskot á hittlistanum. Árliga røðan um støðuna í USA fer at verða hildin, tá tann aktuella fríggjarkreppan í USA er av. Tað skrivaði Trump í einum boðum á sosiala miðlinum, Twitter, í gjárkvøldið. Røðan skuldi verða týsdagin í næstu viku 29. januar í Umboðsmannatinginum, men forkvinnan í lóggevandi tinginum, Nancy Pelosi steðgaði hesum. Í einum opnum brævi skrivar hon, at Demokratarnir, ið hava meiriluta í Umboðsmannatinginum, ikki fara at samtykkja neyðugu, formligu loyvini, skrivar tíðindastovan Ritzau. Partur av ríkisfyrisitingini í USA er stongd 33. dagin á rað, tí teir báðir stóru flokkarnir, ið hava meirilutan í hvør sínari tingdeild, ikki kunnu semjast um fíggjarætlanina fyri 2019. Forkvinnan í lóggevandi tinginum, Nancy Pelosi, sigur, at Trump kann halda røðuna tá ríkisfyrisitingin í landinum aftur er virkin, sum hon plagar. Senatið fer í dag væntandi at atkvøða um eitt nýtt fíggjarlógaruppskot. Hóast uppskotið vinnur frama, verður tað ikki mett at vera sannlíkt, at fíggjarlógaruppskotið sleppur ígjøgnum til Umboðsmannatingið. Leiðslan á Landsverki vísir staðiliga aftur, at rokningar liggja og flóta runt á stovninum, og eisini verður sagt, at eingin í verandi leiðslubólki hevur verið partur av byggiverkætlanini í Marknagili. Í skrivi sigur Landsverk, at tað harmar núverandi leiðslu og øll starvsfólk almikið, at stovnurin er komin í hesa vanlukkuligu støðu við verkætlanini Glasi. Øll starvsfólk, ið hava arbeitt við hesi verkætlan hava gjørt sítt allarítasta fyri at koma á mál við henni til upplatingardagin, og at fíggjarliga yvirlitið hvarv móti endanum í byggitilgongdini, er ein staðfesting, sum vit nú mugu fyrihalda okkum til, liva við, læra av og skjótast fáa í rættlag, stendur í skrivinum. Landsverk vísir á, at í byggimálum kann ein rokning liggja leingi, tí ósemja kann vera millum partarnar um, hvørt veitingin er framd sambært avtalu, og um upphæddin samsvarar við tað, sum gjørt er. Tær rokningar, sum liggja í skipanini í sambandi við verkætlanina Glasir, har ein rokning er heilt afturi frá 2015, liggja har framvegis, tí ósemja er millum byggiharra og veitara í gerðarrættarmálinum, sigur Landsverk. Núverandi leiðsla arbeiðir av øllum alvi við at fáa eitt samlað yvirlit yvir fíggjarliga partin í hesi verkætlan og við at fáa avstemmað rokningar í mun til tað, sum er umbiðið og gjørt. Harafturat er samskifti í gongd við nakrar av veitarunum, har ósemja er um støddina á ávísum rokningum. Sum virkandi stjórin á Landsverki, Árant Andriasson, vísti á í tíðindasendingini í útvarpinum á middegi týsdagin, er fult yvirlit yvir tær rokningar, sum eru komnar til Landsverk eftir avhending, og hesar eru skrásettar í almennu gjaldsskipanini, stendur í skrivinum. Óvissan, ið enn er, snýr seg um, hvørt tað koma fleiri rokningar, ið Landsverk sum byggiharri ikki hevur roknað við, og sum núverandi leiðsla ikki er vitandi um. Eingin í verandi leiðslubólki á Landsverki hevur verið beinleiðis partur av hesi verkætlan ella luttikið á nøkrum mánaðarligum fundi millum Landsverk og Mentamálaráðið um byggiverkætlanina Glasir, og hava tí ikki havt neyðuga innlitið í verkætlanina. Orsakað av hesum hevur tað tikið tíð at fáa fult yvirlit yvir fíggjarstøðuna í sambandi við verkætlanina, skrivar Landsverk i almennum skrivi seinnapartin. Kinesiska telefyritøkan, Huawei, fer at bjóða seg fram, har sum hon er vælkomin. Tað gjørdi nevndarformaðurin í fyritøkuni, Liang Hua, greitt, tá hann helt røðu á búskapartoppfundinum í Davos í Sweits. Huawei bjóðar seg fram kring allan heimin, men fleiri lond aftra seg við at loyva kinesiska felagnum framat, tí tey meta ikki at trygdin er nóg góð. Eftir kinesisku skipanini, kunnu myndugleikarnir áleggja fyritøkum at samstarva við kinesisku fregnartænastuna. Tí føra nógv lond fram, at útgerð frá fyritøkuni kann nýtast til njósning, hóast nógvar kanningar hava víst, at tað er einki samband millum tøknina og njósning. Huawei bjóðar seg fram til at skipa fyri at menna telesamskiftið við 5G netinum, sum fleiri lond hava víst áhuga, men ivaspurningarnir sum eru reistir, hava fingið fleiri lond at aftra seg við at gera sáttmála við fyritøkuna. Umframt at vera nevndarformaður í Huawei, er Liang Hua, eisini virkandi fíggjarstjóri í fyritøkuni, eftir at fíggjarstjórin, 46 ára gamla, Meng Wanzhou, varð tikin í Kanada 1. desember í fjør. Hon er dóttir stovnaran av fyritøkuni, Ren Zhengfei. Nevndarformaðurin legði dent á, at øll sum eru í iva, kunnu koma á verksmiðjuna í Kina at kanna viðurskiftini, um tey eru í iva um útgerðin kann nýtast til njósning. Ivin sum er sáddur um Huawei, hevur fingið danska felagið, Banedanmark, sum staturin eigur, at ógilda ein sáttmála við kinesiska felagið. Talan var um ein sáttmála sum varð gjørdur í desember í fjør, og sum skuldi hava við sær, at norska felagið, NetNordic, sum selur útgerðina hjá Huawei í norðurlondum, skuldi seta útgerð upp fram við donsku jarnbreytunum. Danski verjumálaráðharrin, Claus Hjort Frederiksen, var týsdagin í samráði hjá verjunevndini í fólkatinginum. Har segði hann, at eingin lóg í Danmark kann forða einum ávísum veitara í at bjóða seg fram. Men legði samstundis dent á, at stjórnin er fús at seta forðigar í verk, um tað vísir seg at vera neyðugt fyri trygdina. USA hevur sett Huawei forboð fyri at bjóða upp á almenn arbeiðir, Australia og Ný Sæland hava sett fyritøkuni forboð fyri at vera við at menna 5G netið í londunum, og Týskland og Noreg umhugsa at gera tað sama. Fyri jól ávaraði trygdarnevndin í Kekkia kekkisku telefyritøkurnar ímóti at nýta Huawei sum veitara, tí felagið hevur tætt tilknýti til kinesisku myndugleikarnar. Vit hoyra kvæði um Frísarnar. Sumbingar kvøða. John Lisberg og Bjarni Vestergaard skipa. Sigmundsvísuna. Edvard Jacobsen skipar í dansi í Sumba. At enda hoyra vit Dansifelagið í Havn kvøða Brúsajøkil. Forsetin í Venezuela, Nicolas Maduro, fer nú at útvísa allar diplomatarnar hjá USA í Venezuela eftir eina kvettroynd í landinum. Maduro sigur, at allir diplomatarnir hjá USA skulu úr landinum áðrenn 72 tímar eru farnir. Tað segði hann sambært tíðindastovuni Reuters við viðhaldsfólk, ið vórðu savnað framman fyri forsetaborgina í høvuðsstaðnum, Karakas. Avgerðin, um at diplomatisku sambondini skulu kvettast, kemur eftir at andstøðuleiðarin, Juan Guaidó, hevur sagt, at forsetin Maduro er rikin frá valdinum og andstøðuleiðarin hevur útnevnt seg sjálvan til fyribils forseta. USA hevur beinanvegin kunngjørt sín stuðul til andstøðuleiðaran, Juan Guaidó. Tað sama hava eisini Kanada, Brasil og Argentina. Hinvegin fær forsetin Maduro framvegis stuðul frá Meksiko og Bolivia. Maduro ákærir andstøðuna í landinum fyri at royna at fremja eina kvettroynd. Sambært tíðindastovuni AFP hevur ófriðarløgreglan lopið á mótmælisfólk, sum hava avbyrgt vegir í einum forstaði til Karakas. Í øðrum parti av ungdómsrøðini fylgja vit Hjalta, Katrin, Leo og Leyvoy um summarið, ið er fylt við ball, drukk og festivalum. Hvussu kennist tað at fáa húgvuna á høvdið Hvussu fyrireikar mann seg til festival Og hvussu er singlelívið í Føroyum anno 2018 Lakresskongurin Johan B low sigur sjálvur, at mamma hansara hevur pakkað hann inn í sjálvsálit, síðan hann var smádrongur. Tað var alneyðugt, tá hann skuldi gera eitt vilt hugskot til veruleika. Tá tú keypir skógvar stødd 41 við karðalási til tann 13 ára gamla, tí tú ikki hevur lært hann at binda lissur, tá tú undirheldur tí 18 ára gamla, tí hann heldur við hugna sær við vinum enn at fáa sær starv í frítíðini, tá tú lesur til studentspróvtøku við tí 19 ára gamla. Hvat ert tú so. Tú ert ein curlingmamma. Elin Henriksen, málkøn, sigur, at næstan øll yngri eru farin at siga nir heldur enn nar, og at her er talan um eina ta størstu málsligu broytingina í nýggjari tíð Onnur evni eru eisini við í Málteiginum. Lurtari spyr, hvat er rættari at siga Eitt lið vinnur á og tapir fyri ella eitt lið vinnur ella tapir ímóti. Tað er manglandi, politiskt tev, tá landsstýriskvinnan í fíggjarmálum boðsendir Fíggjarnevndina hjá løgtinginum á fund við seg, samstundis sum fíggjarnevndin ikki er arbeiðsfør. Í gjár varð støðan í fíggjarnevndini sett á spíssin, tá Kristina Háfoss sendi boð eftir fíggjarnevndini at viðgera broyting í lógini um játtanarskipan landsins. Meirilutin í fíggjarnevndini andstøðuumboðini og Kristin Michelsen noktaðu at møta. Grundgevingin er, at fíggjarnevndin í løtuni ikki er arbeiðsfør, tí Ruth Vang forkvinna ikki vil kalla nevndina saman, tí hon stendur til at missa sín forkvinnusess har. Hóast tingformaðurin skilir tørvin hjá eini minnilutasamgongu at samráðast við andstøðuna, so minnir hann á tríbýtið av valdinum og heldur, at landsstýriskvinnan átti at havt bíðað, til knúturin er loystur. Tann 4. januar er fundur millum Mentamálaráðið og Landsverk í samband við, at Mentamálaráðið skal yvirtaka fíggjarstýringina í samband við at skúladepilin í Marknagili skal gerast liðugur. Tað var á hesum fundinum, at umboð fyri Mentamálaráðið fyrstu ferð fáa at vita, at tíggjutals milliónir í ógoldnum rokningum liggja hjá Landsverki. Hetta sæst í innlitið, sum Kringvarpið hevur fingið í málið. Tveir dagar frammanundan tað er tann 2. januar var annars eisini ein fundur millum partarnar, men á tí fundinum varð onki nevnt um stóra bunkan av ógoldnum rokningum, sum hevur hópað seg upp hjá Landsverki yvir longri tíð. Dagin eftir er so aftur ein fundur millum Landsverk og Mentamálaráðið. Á hesum fundinum luttaka eitt nú stjórin á Landsverki og aðalstjórin í Mentamálaráðnum. Nú eru tað tær omanafyri 30 milliónirnar í ógoldnum rokningum, sum eru á fundarskránni. Og boðini um tær tíggjutals milliónirnar í ógoldnum rokningum komu skjótt út í Tinganes til Aksel V. Johannesen, løgmann, sum varð kunnaður um rokningarnar beinan vegin. Eg varð kunnaður nærmast beint eftir, at Mentamálaráðið varð kunnað á leið 5. januar, um at tað lógu ógoldnar og kanska eisini eldri rokningar hjá Landsverki, segði løgmaður við útvarpstíðindini tann hósdag 24. januar. Tann 8. januar sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, at løgmansskrivstovan er klár við eini kanning, um Landsstýrismálanevndin ikki vil taka málið upp. Tað snýr seg í høvuðsheitum um aðalráðið ella landsstýrisfólk hava brotið sína eftirlitsskyldu sum landsstýrisfólk, og vil landsstýrismálanevndin ikki taka málið upp, so fara vit undir at gera kanningina, segði Aksel V. Johannesen. Tann 16. januar er so fundur í Landsstýrismálanevndini, og meirilurin í nevndini er komin til ta niðurstøðu, at hetta ikki er eitt mál fyri landsstýrismálanevndina. Magnus Rasmussen formaður í landsstýrismálanevndini segði eftir fundin, málið longu var viðgjørt í løgtinginum, og tí høvdu allir limir í landsstýrismálanevndini longu tikið støðu til málið. Her sigur hann seg vera kláran við einum arbeiðssetningi, samstundis sum hann boðar frá, at løgmansskrivstovan skuldi brúka ein til tvær vikur uppá at finna ein skikkaðan advokat, sum kundi gera kanningina. Nú fara vit undir at finna ein hóskandi, uttanveltaðan persón, sum kann standa fyri einari tílíkari kanning, segði løgmaður hendan hósdagin tann 17. januar. Men uttanhýsiskanningin bleiv av ongum. Samstundis fortelur Rigmor Dam fyri fyrstu ferð alment, at har liggja ógoldnar rokningar fyri tíggjutals milliónir hjá Landsverki í samband við byggingina av skúladepilinum í Marknagili. Hóast Mentamálaráðið varð kunnað 5. januar, um at 30 milliónir krónur í ógoldnum rokningum fyri skúlabyggingina í Marknagili liggja hjá Landsverki, var eingin kunning send løgtinginum. Og ikki fyrr enn 16 dagar seinni, tá landsstýriskvinnan legði frá sær, fekk almenningurin at vita, at ógoldnar rokningar fyri tíggjutals milliónir eru komnar undan kavi. Ruth Vang, forkvinna í fíggjarnevndini, segði tá við Dagur og Viku, at einasta kunning um málið, sum hon sum løgtingslimur hevði fingið, var ígjøgnum miðlarnar. Meðan løgmaður fyrireikaði eina advokatkanning av Mentamálráðnum, bleiv hann kunnaður um meira enn 30 milliónir krónur í ógoldnum rokningum á Landsverki fyri skúlabyggingina í Marknagili. Hóast nýggju upplýsingarnar, so vildi eg framvegis hava ein advokat at kanna leiklutin hjá Mentamálaráðnum og landsstýriskvinnuni í Mentamálaum, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður nú. Ætlanin at seta ein advokat at kanna málið bleiv tó slept, tá Rigmor Dam legði frá sær sum landsstýriskvinna í mentamálum mánadagin Bara í ár hevur bjargingartyrlan verið átta ferðir verið eftir neyðstøddum fólki í fjøllunum, og støðan er ikki haldbar, heldur Hans Erik Jacobsen, leiðari á Tyrludeildini hjá Atlantic Airways. Ein skipan eigur at gerast, so tað í størstan mun slepst undan at senda bjargingartyrluna eftir gongufólki í fjøllunum, sigur hann. Tað eru ikki bara útlendingar, sum bjargingartyrlan hevur hjálpt í fjøllunum. Ein fittur partur av teimum, sum vit hava hjálpt, eru føroyingar, sigur leiðarin á Tyrludeildini. Sambært heimasíðuni hjá løgtinginum er boðað til fundar í nevndini klokkan 10 fyrrapartin, og á skránni er millum annað val av formanskapi. Ruth Vang, forkvinna stendur til at fáa ein meiriluta ímóti sær, tí síðani seinasta fund er Kristin Michelsen koyrdur úr tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum, og tí hevur samgongan ikki meirilutan longur, um hann velur at leggja saman við andstøðuni. Tað staðfestir Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, nú tað er greitt, at umvælingararbeiðið í tingsalinum ikki verður liðugt í dag kortini. Aksel V. Johannesen, løgmaður, sigur, at verður Ruth Vang feld sum forkvinna í fíggjarnevndini, skulu allar nevndirnar í løgtinginum veljast av nýggjum. Longu í 2017 gjørdi Landsgrannskoðanin vart við, at Landsverk kunnaði ikki Mentamálaráðið um ógoldnar rokningar fyri skúladepilin í Marknagili. Trupulleikin er so álvarsligur, at ferðafólk eiga ikki at sleppa til fjals, fyrr enn ferðafólkaviðurskiftini eru betur skipað, heldur Pól Sundskarð, sum er ferðaleiðari. Hvat siga tey á Kunningarstovuni í Fuglafirði, tá fremmandafólk koma á gátt at spyrja um fjallatúrar. Tann spurningin hava vit sett Kristinu Gry Berg, sum arbeiðir hjá Visit Eysturoy í Fuglafirði. Hon greiðir millum annað frá, at tey leggja dent á at greiða ferðafólkum, sum ætla sær í hagan, frá, at tey mugu vera væl ílatin og væl fyrireikað, tá tey fara. Men tey siga teimu eisini, at tey mugu fara væl um, tí tey ganga inni á ognini hjá øðrum. Hoyr alla samrøðuna her. Fleiri fólk eru deyð eftir fleiri mótmælisgongur í Venesuela hesa vikuna. Mótmælisgongurnar koma eftir at forsetin í landinum, Nicolas Maduro, gav diplomatunum hjá USA 72 tímar at fara úr Venesuela. Avgerðin, um at diplomatisku sambondini skulu kvettast, kemur eftir at andstøðuleiðarin, Juan Guaidó, hevur sagt, at forsetin Maduro er rikin frá valdinum, og andstøðuleiðarin útnevndi seg sjálvan sum fyribils forseta. Andstøðuleiðarin, Juan Guaidó, sigur, at hann umhugsar at geva forsetanum Nicolas Maduro grið, um hann ger sítt til, at Venesuela aftur verður eitt fólkaræði, skrivar tíðindastovan AFP. Forsetin í Venesuela, Nicolas Maduro, hevur higartil ikki víst tekin um, at hann ætlar at lata maktina frá sær, og hann tvíheldur um, at fólkið í Venesuela hevur valt seg. USA sýtir fyri at fylgja boðunum hjá Nicolas Maduro um at kvetta øll diplomatisk sambond við Venesuela. USA hevur av trygdarávum sent tey flestu embætisfólkini heim, og bara nøkur fá eru eftir, so sendistovurnar kunnu vera opnar hóast støðuna. Russiski forsetin, Vladimir Putin, sigur, at hann stuðlar forsetanum, Nicolas Maduro, upplýsir Kreml. Tað hendir eftir at fleiri onnur lond, teirra millum USA, hava víst sín stuðul til andstøðuleiðaran, Juan Guaidó, sum í gjár útnevndi seg sjálvan sum forseta. Fólkatalið á Tvøroyri er kvinkað eitt sindur uppeftir seinasta árið, skrivar Tvøroyrar kommuna. Seinasta árið eru fleiri flutt til enn frá Tvøroyri. Fólkatalið á Tvøroyri er nú 1721, átta fleiri enn somu tíð í fjør. Fólkavøkstur hevur eisini verið í fleiri øðrum kommunum í Suðuroynni hetta seinasta árið. Lutfalsliga størsti vøksturin er í Porkeri, har fólkatalið er hækkað við átta, so tað nú búgva 320 fólk har. Ein lítil fólkavøkstur er eisini í Hovi og Sumba, í Fámjin stendur fólkatalið í stað, meðan færri fólk nú búgva í Hvalba og Vági enn tað gjørdu fyri einum ári síðani. Reðin Leonsson er sørvingur. Sum smádrongur búði hann tvey ár í Mykinesi, har hann eisini gekk í skúla. Í Sørvági gekk hann í skúla hjá DD. Foreldur hansara vóru løgtingsmaðurin Leon Joensen úr Sørvági og Helga f. Magnussen úr Vági. Í 1955 var Reðin í norðaru havn í Ravnsoynni sum kokkur hjá fýra grønlandsbátum. Árið eftir var hann lempari við trolaranum Høgafossi , og í 1957 fór hann til Íslands at rógva út í Ólafsvík. Báturin æt Hrønn . Binni í Grøf við Gullborgini fekk sum vant mestu vekt hesa vertíðina, men menninir á Hrønn fingu mestu inntøkuna. Reðin Leonsson fór í 1958 niður til Middelfart á fiskivinnuháskúla. Árið eftir fór hann við einum 20 tonsara úr Hirtshals á makrelveiðu í Skagerrak. Í Hirtshals tók hann setiskiparaprógv hjá einum tollara, sum hevði privatan skúla. Í 1962 fór Reðin við Magnusi Heinasoni til Ný Fundlands. Hetta summarið var hann formaður á seksæringinum Arnatindi í Ravnsoynni og árið eftir á Disuni. Í 1964 fór Reðin á stýrimansskúla í Havn og tók prógv í 1965. Hesa tíðina hitti hann konuna Juliannu Jakobsen, sum hann giftist í 1966. Árið eftir slapp hann inn á politiskúla í Keypmannahavn. Sum løgreglumaður hevur Reðin Leonsson verið í nánd av ógvisligum hendingum og vanlukkum. Hann var á odda fyri bjargingarliðnum, sum fór upp á land norðantil á Mykinesi, tá flogfarið datt niður í 1970. Reðin greiðir frá tí ávirkan, sum hendan og aðrar hendingar hava havt, hóast politistar lærdu at halda tær burtur frá huganum. Kona Reðin, Julianna, var leingi hollendskur konsul. Tey vóru javnan á vitjan í Haag og Amsterdam. Hann hevur tikið smalfilm dagliga, síðani hann var ungur, og ferðaðist eitt skifti ofta við fótbóltslandsliðnum. Um veturin er hann í Havn, um summarið í Mykinesi, har hann hevur havt hús í hálva øld. Tey, sum hava rænt norsku kvinnuna, Anne Elisabeth Hagen, settu seg mikudagin í farnu viku í samband við familjuna, upplýsir advokaturin hjá familjuni, Svein Holden. Boðini komu á einum sonevndum digitalum plattformi, men advokaturin vil ikki siga hvørjum. Boð eru komin umvegis somu skipan fyrr. Advokaturin upplýsir, at boðini eingi tekin góvu um, at kvinnan er á lívi, og heldur eingi tekin um, at tey sum sendu boðini, hava rænt kvinnuna. Advokaturin vildi ikki svara, tá hann varð spurdur, um boðini góvu nakrar ábendingar um, at rænararnir eru misnøgdir við, at málið nú er alment, tí rænararnir kravdu, at málið ikki varð meldað til løgregluna. Ja, vit halda fram við tí. Tað er stutta svarið frá Árant Andriassyni, tá vit spyrja hann, um Landsverk ætlar at halda fram við gerðarrættarmálinum, ið teir eru í móti TG Verki. Tað stakk ein ósemja seg upp millum Mentamálráðið og Samferðslumálaráðið í kjalarvørrinum av bygnaðarligu broytingunum á Landsverki, tá Árant Andriasson spurdi, hvørt hann hevði heimild at fara víðari við gerðarrættarmálinum, ella um avgerðin nú lá hjá landsstýrinum. Nei, sigur Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Mentalmálaráðnum, avgerðin liggur hjá Landsverki, tí tað er Landsverk sum stovnur, ið førir sakarmálið móti TG Verk. Endin var, at bæði ráðini vórðu boðsend út í Tinganes á fund, har millum annað avgerð varð tikin um, at Landsverk sjálvt skal taka støðu til, um farið verður víðari við rættarmálinum. Árant Andriason sigur, at Landsverk hevur ikki fingið endaligu upphæddina at vita frá sakføraranum, men at hann hevur fingið vissu fyri, at skuldi eykajáttan verið neyðug, so fæst hon. Eitt uppafturrit er seinasti møguleiki, ið saksøkti hevur at svara upp á stevningina og eitt nú biðja um nágreinan av innihaldinum í stevningini. Málið um HPV koppseting til dreingir hevur javnan verið á breddanum, síðani tilboðið til gentur varð sett í gildi í 2009. Hjá gentum er koppsetingin serliga fyri at sleppa undan lívmóðirhálskrabba seinni í lívinum. Fleiri av grannalondunum hava seinnu árini gjørt av, at tilboðið eisini eigur at fevna um dreingir, tí koppsetingin vísir seg at hava fleiri fyrimunir fyri heilsuna hjá dreingjum eisini bæði í mun til ávís sløg av krabbameini og aðrar sjúkur. Í summar fáa 12 ára gamlir dreingir tilboð um at verða koppsettir ókeypis fyri HPV. Ætlan skal eisini gerast fyri, hvussu dreingir, ið eru eldri enn 12 ár, somuleiðis kunnu fáa tilboð um ókeypis koppseting fyri HPV. Í Føroyum varð farið undir at koppseta gentur fyri HPV ókeypis tann 1. januar 2009. Byrjað varð við gentum, sum vóru fyltar 14 ár, og seinni varð tilboðið víðkað til gentur niður í 12 ár. Eins og í Danmark fall talið av gentum, ið lótu seg koppseta, nógv í nøkur ár, men nú tykist gongdin verða vend. Í fjør fingu 409 gentur fyrstu koppseting fyri HPV. Tað er á leið sama tal, sum tey fyrstu árini, ið tilboðið varð tókt. Í 2016 vórðu bert 96 gentur koppsettar fyri HPV. Bárður á Steig Nielsen er nýggjur formaður í fíggjarnevndini hjá løgtinginum, eftir at fíggjarnevndin loksins hevði fund í morgun. Ruth Vang, fyrrverandi forkvinna í fíggjarnevndini, segði annars fyri tveimum vikum síðani, at hon ikki setti nakran fund á skrá, so leingi sum støðan í nevndini var so ógreið. Mikudagin í síðstu viku heitti nýggi meirilutin í nevndini tað eru Bárður á Steig Nielsen, Jacob Vestergaard, Kristin Michelsen og Bill Justinusen á Ruth Vang um at seta fund á skrá millum annað við tí fyri eyga at velja nýggjan formann í nevndini. Ruth Vang stóð til at fáa ein meiriluta ímóti sær, tí síðani seinasta fund er Kristin Michelsen koyrdur úr tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum, og tí hevði samgongan ikki meirilutan longur, um Kristin velur at leggja saman við andstøðuni í nevndini. Og so bleiv eisini í dag. Andstøðutinglimirnir í fíggjarnevndini, Jacob Vestergaard, Bárður á Steig Nielsen og Bill Justinussen fingu við hjálp frá Kristini Michelsen koppað Ruth Vang og valt nýggjan formann Bárður á Steig Nielsen. Kærleiki er torfør gáta at loysa. Í nógv ár hava óteljandi forrit roynt at seta pør saman eftir vónum, dreymum og áhuga. Men um svarið nú ikki er at finna í kenslum, kemi og væntanum Mikukvøldið var mentanarvirðislønin til ungt listafólk latin Búa Rouch. Í grundgevingini varð millum annað sagt, at at Búi Rouch dugir við rørslum sínum at vísa kenslur og sambond og at miðla hugmyndir og søgur. Ein dansari má hava fult tamarhald á sínum vøddum, og tað hevur Búi. Við kraftmiklum og yndisligum rørslum ger hann lop, sum bæði eru kvik og spakulig. Búi Rouch er 31 ára gamal. Hann er yrkisdansari, og í løtuni er hann búsettur í M nchen í Týsklandi, har hann millum annað starvast sum dansilærari á Iwanson International School of Contemporary Dance. Tá Búi var um tey 18 árini gjørdist hann av álvara áhugaður í sjónleiki, tá hann var í sangleikinum Fame . Áður gekk hann regluliga á dramaverkstaðnum, meðan Fame var fyrsta sjónleikarliga framleiðsla, sum Búi var við í. Eg bleiv sera ovfarin, tá eg fekk at vita, at eg fekk virðislønina, segði Búi Rouch við morgunsendingina í morgun, og hann legði eisini dent á, at hetta er eitt greitt tekin um, at dansur nú er ein virðurkend listagrein í Føroyum. Eina hálva viku inni í kærleiksroyndini eru trý av upprunaligu fýra pørunum eftir. Maria Louisa og Ronnie eru komin rættiliga væl frá byrjan, hjá hinum er heldur misjavnt. Átta støk hava valt at vera við í heimsins fyrstu teldufrøðiligu kærleiksroynd. Hetta er fyrsti morgun í royndini, og tað er her, royndin skal standa, og tvey fremmand skulu liva púra sum par. Annika og Jonathan er sannførd um, at algoritman hevur fatur í onkrum góðum. Birita í Dali, samfelagsfrøðingur, býr í Nuuk og er virkin í felagsskapinum Transparency Greenland. Kristina Samuelsen, advoktaur, metir um støðuna í Føroyum. Árni Gregersen, politiskur journalistur í Miðlahúsinum, John Johannessen, fyrrverandi politikari og journalistur og Brynhild Thomsen, redaktørur í KvF, skikfta orð um, hvussu pressan dekkar gøluna um byggingina av Glasi. Løgreglan hevur verið á staðnum og avhoyrt fólk, men higartil siga teir seg ikki vita hvør hevur framt herverkið og teir frætta fegnir frá fólki, um nakar hevur vitan um hendingina. Eg gangi út frá at løgmaður heldur sítt lyfti og velir allar løgtingsnevndirnar av nýggjum, soleiðis at Ruth Vang aftur gerst forkvinna í fíggjarnevndini. Soleiðis segði Poul Michelsen stutt eftir, at fíggjarnevndarfundurin í morgun var av, og tað var greitt, at Bárður á Steig Nielsen er nýggjur formaður í fíggjarnevndini. Sambært Poul Michelsen hevur ikki bara løgmaður men eisini samgongan lovað, at Framsókn varðveitir formanssessin, skuldu nevndirnar verða valdar av nýggjum. Ruth Vang stóð til at fáa ein meiriluta ímóti sær, tí síðani seinasta fund er Kristin Michelsen koyrdur úr tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum, og tí hevði samgongan ikki meirilutan longur, um Kristin velur at leggja saman við andstøðuni í nevndini. Og so bleiv eisini í dag. Andstøðutinglimirnir í fíggjarnevndini, Jacob Vestergaard, Bárður á Steig Nielsen og Bill Justinussen fingu við hjálp frá Kristini Michelsen koppað Ruth Vang og valt nýggjan formann Bárður á Steig Nielsen. Eingin lógarheimild er fyri hesum, staðfestir Fiskimálaráðið í svari til tey feløg, sum ikki megnaðu at fiska sínar menningarkvotur fyri 2018 og tí bóðu um loyvi at flyta kvoturnar til í ár. Avleiðingin er, at meira enn 48.000 tons av makreli, norðhavssild og svartkjafti verða ikki fiskað, men fella burtur. Talan er um 83 prosent av útlutaðu kvotuni fyri 2018. Móti ársenda komu fleiri umsóknir inn í Fiskimálaráðið frá feløgum, sum høvdu fingið tillutað menningarkvotur fyri 2018 men ikki høvdu fiskað hesar kvotur. Eitt nú søkir P F Kinnfelli, sum hevur keypt uppsjóvarskipið Katrin Jóhanna at fiska menningarkvotu til Snarfrost í Miðvági, um loyvi at flyta 1.700 tons av makreli, 1.200 tons av sild og 8.000 tons av svartkjafti frá 2018 til 2019. Í skrivunum til Fiskimálaráðið sæst, at felagið fekk ikki fíggingina at keypa uppsjóvarskipið úr Norra uppá pláss, fyrr enn felagið hevði fingið endaligu tilsøgnina um menningarkvotu. Tí kom alt í drag, og felagið klárar ikki at fiska sínar kvotur. Eisini Vestmanna Fiskavirki brennur inni við síni menningarkvotu. Í brævi til Fiskimálaráðið 28. desember skrivar felagið, at tey høvdu ikki møguleika at fiska tey 12.970 tonsini av svartkjafti, sum felagið fekk útlutað sum menningarkvotu fyri 2018. Eingin grundgeving er fyri, hví Vestmanna Fiskavirki ikki megnar at fiska hesa kvotu sum felagið biður um at fáa flutta til 2019. Tilsamans er talan um 48.218 tons av svartkjafti, útlutað sum menningarkvota fyri 2018, sum IKKI verður fiskað. Tað er stórt sæð øll menningarkvotan av svartkjafti. Men eisini makrelur og norðhavssild leypur av. Tilsamans 3641 tons av makreli, útlutað sum menningarkvota fyri 2018, verður ikki fiskað. Tað eru 42 prosent av útlutaðu kvotuni. Og tilsamans 3015 tons av norðhavssild, útlutað sum menningarkvota fyri 2018, verður ikki fiskað. Tað eru 40 prosent av útlutaðu kvotuni. Men svarið úr Fiskimálaráðum til hesar umsøkjarar, sum brenna inni við menningarkvotu fyri 2018, er noktandi. Eingin fær loyvi at flyta 2018 kvotu til 2019, tí lógarheimild er ikki fyri tí. Niðurstøðan í Fiskimálaráðnum er, at tað ikki er heimild í verandi lóggávu at flyta menningarkvotu millum ár, tí menningarkvota er hvørki eginkvota ella felagskvota sambært 39, stk. 4 í sjófeingislógini. Fjøllistakvinnan, Astrid Andreasen, varð fødd í Vestmanna í 1948. Húskið var serstakliga skapanarhugað og gávað, og eftirnølarin Astrid valdi at útbúgva seg innan handarbeiði sum ung. Síðan hava skeið, útbúgvingar við mongum meira lagt seg afturat hennara lívsrensli, og fyri fjølbroytta og týdningarmikla virkið sítt og týdning fyri føroyska mentan, varð hon heiðrað við Heiðursgávu Landsins, á móttøku í Mentanarhúsinum í Fuglafirði 23. januar 2019. Seinastu vikurnar hevur Danmarks Radio havt upptøkuroyndir fyri 200 fólkum, ið kundu hugsað sær at luttikið í sjónvarpskappingini, Den Store Bagedyst. Áhugin í ár hevur, sambært DR, verið metstórur, og tí er 39 ára gamla Ranvá Knudsen úr Saltangará ovurfegin, um at hon bleiv vald út at vera millum tey 200, sum vórðu boðin til upptøkuroynd. Mær dámar ógvuliga væl at baka, og køkur fylla nógv í mínum gerandisdegi. Harafturat havi eg hugt eftir Bagedysten í sjónvarpinum og hugsað, at tað hevði verið stuttligt at verið við. Tá eg so eisini fekk fleiri áheitanir frá vinum og familju um at melda meg, valdi eg at senda eina umsókn til DR umvegis heimasíðuna, sigur Ranvá Knudsen. Herfyri var hon í Danmark til upptøkuroynd saman við 50 øðrum fólkum, sum eisini dámar og duga væl at baka. Tá dagurin var liðugur, var hon millum tey níggju, ið komu víðari. Men mánadagin fekk hon endalig boð frá DR, at hon ikki var komin til ta seinastu upptøkuroyndina, har tað verður avgjørt, um tú sleppur við til sjálva sendingina ella ikki. Tá eg fekk boðini í einum telduposti, hevði eg tað í roynd og veru heilt ókey. Eg fekk so nógv burturúr við at vera til upptøkuroyndina og eisini í sambandi við fyrireikingarnar, eg gjørdi áðrenn, so samanumtikið hevur hetta verið ein fantastisk uppliving, sigur Ranvá Knudsen. Tað er samansetingin í orkestrinum, ella klangurin, sum ger horntónleikin so hugtakandi. Tað sigur Jógvan Finnur Poulsen, sum er formaður í Fuglafjarðar hornorkestri. Hann leggur aftrat, at orkestrið er væl fyri, nú tað verður 50 ár. Fólk møta hugagoð upp til venjingar, og tað sosiala hevur stóran týdning. Nevnd varð vald at arbeiða við hesum, og hon skipaði seg soleiðis Arnold Abrahamsen, formaður, Jørgen Andersen, næstformaður, Finnur Olsen, kassameistari, Frits Johannesen, skrivari og Poul Jacob Hansen, nevndarlimur. Arnold var umframt formaður eisini dirigentur fyrstu árini. Øll hesi ár hava mong spælt í orkestrinum. Onkuntíð var so væl statt við fólki, at tvey orkestur unglinga og vaksnamannaorkestur spældu. Nú eru 50 ár liðin síðan Fuglafjarðar hornorkestur varð stovnað, og í tí sambandi verður jubileumskonsert í Mentanarhúsinum sunnudagin 27. januar klokkan 16. 18 lið úr fimleikafeløgnunum Ljósið, Havnar Fimleikafelag og Støkk kappast leygardagin í bólkunum pinkur, smágentur, gentur, unglingar og kvinnur. Tað er ein av fleiri spurningum, sum Nón hendan hósdagin setti sær fyri at lýsa, tá ið vitjað var í býráðshúsinum, har borgarstjórin greiddi frá. Farið var eisini á gátt í fleiri handlum, fregnast var um ætlanina at gera ungdómshús í gulu smiðju, og tosað var um stórbæra svimjihylin, sum sær út til loksins at koma upp á turt. Kór Glyvra kirkju verður 50 ár í ár, tosað var við kórleiðaran Meinhard Bjartalíð um kórið, og fregnast var samstundis hjá prestinum um ætlanina at byggja nýggja kirkju á Glyvrum. Og so vóru vit eisini á gátt hjá Barberinum á Høgabóli, Jógvan Hansen, sum júst hendan dagin legði saksin á frisørsalongini, sum hann hevur havt í hálva øld. Hetta er kensluríkt, men eg fari ikki at tára, tí eg havi fyrireikað meg til hetta leingi. Tað sigur Jógvan Hansen, barberurin, sum í 50 ár hevur klipt í Runavík. Hósdagin læt harrafrisørurin aftur ta hugnaligu hárskerastovuna aftur, har hann seinastu 40 árini hevur hildið til. Her er sera nógv broytt øll hesi árini. Tá eg kom vóru fá hús, men eg hugsaði, at hetta var eitt gott stað, um eg vildi byrja fyri meg sjálvan, tí tað kundi vaksa so líðandi, sigur Jógvan Hansen. Rætt fekk hann. Hann hevur klipt og rakað mongum manni hesi árini, og hann hevur borið orð fyri at vera ein tíðindamiðstøð, tí altíð hevur verið nógv at frætta. Hoyr áhugaverdu og hugfarsligu samrøðuna við Barberin á Høgabóli. Bólkurin Afenginn varð stovnaður í 2002 av finnanum Kim Rafael Nyberg, men sum frálíður er samstarvið við føroyskar tónleikarar vorðið alsamt størri. Vit hitta Kim Nyberg og Dánjal á Neystabø og hoyra brot úr nýggju fløguni Klingra, sum telur nógvar føroyskar tónleikarar og er upptikin í Føroyum. Afenginn hevur útgávukonsertir á Reinsarínum í Havn fríggjakvøldið og í Mentanarhúsinum í Fuglafirði leygarkvøldið. Tú kanst hoyra frásøgnina her Leygarkvøldið 19. januar vóru vit á gátt í Húsinum í Klaksvík, har vit hittu fleiri ung millum 13 og 17 ár. Vit tosa við Evu N. Djurhuus, 13 ár, Anitu Vágsá, 14 ár, Róa Magnusson, 16 ár, Eli Ragnarsson, 17 ár, Ingun Nord Olsen, 16 ár, Una Sigurðsson, 16 ár, og Hóra Skaale, ið er 14 ár. Millum ungfólk er hetta at stroyma tónleik eitt sera vanligt fyribrigdi. Men tað eru eisini ung, sum hava tokka til vinyplátuna. Og ein teirra er 14 ára gamla Bjørg Østerø. Tú kanst hoyra reportaguna her Nú 60 ár eru liðin, síðani Motown varð stovnað, hava vit gjørt hesa vangamynd í orðum og tónleiki, av soulplátufelagnum úr bilana býi. Tú kanst hoyra frásøgnina her Samferðslumálaráðið hevur ábyrgdina av, at Landsverk hevur førleika at vera byggimyndugleiki og heldur seg innan fyri fíggjarkarmarnar. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, í heilsu og innlendismálum, sigur, at tað hevur stóran týdning, at list verður ein inngrógvin partur av nýggja bygninginum á Landssjúkrahúsinum. 2,3 milliónir krónur vórðu settar av til list í nýggja bygninginum á Landssjúkrahúsinum, men listabólkurin, sum stendur á odda fyri listarliga arbeiðnum, metti ikki, at tað var nóg mikið. Aksel V. Johannesen, løgmaður, sigur, at arbeitt verður nú við einari loysn, sum skal tryggja, at allir tríggir samgonguflokkarnir verða nøgdir eftir rumblið, sum hevur verið seinastu tíðina, síðani samgongan misti meirilutan í fíggjarnevndini At Kristin Michelsen er koyrdur úr tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum, hevði í dag við sær, at Ruth Vang í Framsókn varð koyrd frá sum forkvinna í fíggjarnevndini. Minnist til at Leitisstein er at hoyra í útvarpinum fríggjadagar klokkan 13, og so verður sendingin endursend mánakvøld klokkan 21. Tey, ið higartil hava fingið virðislønina eru, Hanus G. Johansen, sum fekk hana í 2013, Edward Fuglø fekk hana í 2014, og í 2015 fekk Eyð Matras. Hetta fer at kosta landinum eina lítla upphædd í mvg inntøkum. Roknað verður tó ikki við meira enn nøkrum fáum túsund krónum árliga, sigur Fíggjarmálaráðið í viðmerkingum til uppskotið. Vit hava gjørt avtalu um at enda shutdown ið. Eg havi gjørt avtalu, sum ger, at staturin leutr uppaftur í tríggjar vikur, segði Trump. Hóast shut down ið er av, so ávaraði Trump móti eini aðrari og týdningarmiklari loysn, sum ger, at hann kann fáa múrin, sum hann lovaði undir valstríðnum. Tvey uppskot sum skuldu loysa stríðið um amerikansku fíggarlógina, vórðu hóskvøldið feld, og tí er eingin broyting í USA, og 800.000 fólk fáa framvegis ikki løn. Fyrra uppskotið sum varð felt, var uppskotið hjá forsetanum um at játta pengar til ætlaða múrin til Mexico. Hitt uppskotið kom frá demokratunum, sum mæltu til at játta pengar, so samfelagið aftur fer at virka, men tað fall eisini. Enn eru ikki allar súðir syftar, tí umboð fyri báðar flokkarnar halda fram við royndini at finna eina loysn, leiðarin hjá demokratunum, Mitch McConnell og leiðarin hjá republikanarunum, Chuck Schumer, sum báðir eru limir í umboðsmannatinginum, standa fyri samráðingunum at finna loysn. 18 lið úr fimleikafeløgnunum Ljósið, Havnar Fimleikafelag og Støkk kappast í dag í bólkunum pinkur, smágentur, gentur, unglingar og kvinnur. Ein ørkymlaður abbi heldur, at pápin at abbabørnunum hevur børnini ov nógv, og tað er ein trupulleiki, heldur abbin, tí pápin býr í Danmark. Hetta var ein spurningunum, sum Eiler Fagraklett, Nina Jennifer Brockie Hansen og Høgni Heinesen skuldu taka støðu til í Also í dag. Hoyri alla sendingina her. Føroyska náttúran er í mangar mátar blivin eitt spælipláss fyri fólk, sum hava tað neyðuga dirvi. Men tað er ikki vandaleyst at klintra ella at síga, og tað varpa vit ljós á í hesari sendingini. Vit tosa við fólk sum síga bjørgini, vit tosa við fólk sum klintra í fjøllum og í drangum og vit tosa eisini við eina kunningarstovu um, hvat tey siga við útlendingar, sum ætla sær í føroysku fjøllini. Og so eru vit eisini og klintra á vegginum, sum er í ítróttaskúlanum í Vági. Umframt tað var Also eisini á skránni í morgun. Sissal Kampmann, Elin Michelsen, Eyðfinn Jensen og Sveinur Tróndarson gjørdu sendingina. Í útvarpsstovuni vóru Sissal Kampmann og Sveinur Tróndarson. Hoyr alla sendingina her. Tískil er ongin sigling til Svínoyar og Fugloyar í løtuni, sigur Strandferðslan á heimasíðuni, men strandfaraskipið Súlan kann setast í sigling, um neyðugt, sigur Jóan Petur Abrahamsen, tøkniligur stjóri á Strandfaraskipum landsins. Í sambandi við at tað í dag eru 100 ár síðani tey seinastu fólkini rýmdu av Skarði, hava vit valt at endursenda sendingina Tá gløðurnar sortnaðu . Um bygdina Skarð, sum tollaksmessudag 1913 misti allar arbeiðsførar menn á útróðri og varð avtoftað Tollaksmessudagur fyri 100 árum síðani var ein lagnudagur fyri allar Norðoyggjar, tí í ódnarveðrinum hendan dagin, ið brast á sum eitt skot, gingu tríggir bátar úr Norðoyggjum burtur. Hinir vóru úr Kunoy og úr Norðdepli. Hetta var aðru ferð í eitt mannaminni, at allir arbeiðsførir menn á Skarði sjólótust. Fyrru ferð hóraði bygdin undan, men seinnu ferð vóru umstøðurnar nógv broyttar, og tí gjørdist vanlukkan deyðadómurin fyri bygdina. Í 1919 fluttu tey seinastu av bygdini og síðani hevur verið øskukalt á Skarði. Í august vóru fleiri hundrað fólk norðuri á Skarði, tá minnisvarði yvir teir sjólætnu varð avdúkaður. Lagt til rættis Tórður Mikkelsen Eingin føroyingur er 102 ára gamal, tvær kvinnur og ein maður eru 101 ára gomul, og fýra kvinnur og ein maður eru 100 ára gomul, vísa hagtøl frá Hagstovu Føroya. Kortini eru trý fiskasløg, sum skilja seg frá, brosma, kalvi og blálonga. 3,8 prosent av kalvunum, 20 prosent av brosmunum og 60 prosent av blálongunum høvdu kyksilvurnøgdir, sum liggja omanfyri loyvda markið í ES. Tvey fløk av brosmu, kalva ella blálongu liggja omanfyri markið, fyri tað, sum tú kanst eta um vikuna, uttan at fáa álvarsligan heilsuskaða, sigur Bank. Granskararnir sóu eisini, at munur var á, hvar við norsku strondina royndirnar vórðu tiknar. Minni nøgdir av kysilvri vóru í fiski í norðara parti enn í syðrapart. Eisini sást, at fiskur inni við land hevði størri nøgd av kyksilvri enn tann, sum varð fiskaður úti á havinum. Granskarar hava fyrr hildið, at orsøkin til landafrøðiliga munin er, at har er minni ídnaður og sostatt minni dálking norðanfyri. Men aðrar frágreiðingar eru eisini. Upplýsingar um kyksilvur í legugrýti vísa, at meira kyksilvur er í grýtinum í norðaraparti enn í syðraparti, sigur Atabak Mahjour Azad, granskari við HI. Ein frágreiðing til hetta kann verða hitin. Evnisbrenningin í fiskinum er hægri í heitari sjógvi, og tá skal fiskurin hava meiri føði til at framleiða somu kropsrúmd, sigur Azad. Av tí at meginparturin av kyksilvri í fiski kemur frá mati, sum hann etur, vaksa virðini av umhvørvis eitri meira, jú meira fiskurin etur. Granskararnir hava eisini mett um allan matin. Teir hava kannað lutfallið millum føðsluevnini Selen og kyksilvur. Selen er tað evnið, sum fleiri granskarar halda kann minka um eiturføri hjá kyksilvri. Altso, at føðsluevnið kann verja móti kyksilvri. Fiskasløg við høgum innihaldi av kyksilvurs, høvdu eisini munandi meira selen. Á henda hátt fylgja evnini hvør øðrum í nógvum fiskasløgum, sigur Atabak Azad, granskari. At selen og kyksilvur fylgja hvør øðrum í flestu fiskasløgum í hesi kanningini, kann vera tekin um, at selen kann verja móti kyksilvri, sigur Azad, men smálutirnir um hetta vita granskararnir tó lítið um enn, skrivar norski havgranskingarstovnurin. Talskvinnan hjá týsku stjornini skrivar á Twitter, at týska samvelidið er tilreiðar at viðurkenna Guaido sum fyribils forseta, um val verður útskrivað beinanvegins, og somu boð eru fra Spania. Bretski uttanríkisráðharrin, Jeremy Hunt, hevur eisini verið á Twitter, og sigur seg viðurkenna Guaido, um val verður útskrivað innan 8 dagar, tí fólkið í Venesuela líðir, og hevur uppborið nýggja byrjan. Amerikanski uttanríkisráðharrin, Mike Pompeo, verður við til fundin í trygdarráðnum í kvøld, og hann fer at leggja trýst á at fáa trygdarráðið at viðurkenna Guaido. Russland er eins og USA, fastur limur í Trygdarrráðnum, og Russland hevur higar stuðlað Maduro. Hann kom við uppá avboð, tá fasti vongurin Hans Lindberg varð skaddur, og nú má hann víkja. Danski landsliðsvenjarin hevur í morgun brúkt sína seinastu útskifting í hópinum til at fáa Hans Lindberg, ið er frískur aftur, við í hópin, ið skal spæla HM finaluna í móti Norra í dag. Jóhan á Plógv Hansen hevur verið frá byrjan og slapp á vøllin í innleiðandi dystinum. Seinastu 3 dystirnar hevur Jóhan sitið á beinkinum allan dystin, meðan Lasse Svan hevur spælt vinstri vongur. Hans Lindberg hevur verið fastur maður á danska landsliðnum ein mansaldur, og fleiri vænta, at hetta verður hansara seinasti dystur fyri landsliðið. Tveir minuttir seinni, klokkan 21.59, fekk løgreglan fráboðan um, at ein bussur hjá Bygdaleiðum var farin útav vegnum við Gøtugjógv. Av øllum bilum, sum vórðu seldir í Noregi í 2018, vóru 90 prosent útgjørdir við automatiskum gearum. Og talið fer helst at vaksa komandi árini. Leiðarin fyri flutnings og samskiftisnevndini í Stórtinginum, Helge Orten, úr Høgraflokkinum, sigur, at málið hjá stjórnini er at allir norðmenn skulu koyra við bilunum, sum hava null útlát, og teir bilarnir hava automatisk gear. Tað er gott fyri ferðslutrygdina, og tað verður helst eisini bíligari at taka koyrikortið, sigur Helge Orten. Við automatiskum gearum skalt tú ikki hugsa um at koyra í rættum geari, og tú kanst í størri mun hugsa um ferðslumyndina, sigur Landsfelagið. Í Noregi eru reglurnar, at koyrikortið gevur rættin at koyra bil við automatiskum geari sjálvt um tú hevur tú hevur fingið frálæru í bili við manuellum geari. Men tekur tú koyrikort í bili við automatiskum gerasr, missir tú rættin at koyra við manuellum geari. Uppskotið er nú, at hesir næmingar kunnu seinni taka nakrar tímar eyka, um teir vilja hava koyrikort til manuell gear, skrivar NRK. Næstbest umtókt er navnið Kári, sum 22 dreingir fingu í fjør og síðani koma nøvnini í hesi røð Brynjar, Alexander, Óliver, Daníel, Guðmundur, Emil, Jóhann og Jøkull. 15 nýføddar gentur fingu navnið Hekla í fjør, næstbest umtókta navnið var Embla sum 14 gentur fingu, og síðani komu Anna og Emilía, Alexandra, Bríet, Júlía, Sara, Andrea og Freyja. Leiðarin fyri inuittar, Mary Simon, vil hava nógvu sjálvmorðini í landspartinum, Nunavik, í Kanada viðurkend sum nationala kreppu. Hon savnar tí inn undirskriftir , har heitt verður á Kanada og Nunavik um alment at viðurkenna, at henda støðan er ein national kreppa. Neyðugt er við viðgerðarstøðum í Kuujjuaq til ung úr øllum Nunavik, og eisini skal viðgerð verða til øll ung í bygdunum gjøgnum tele heilivág, tað vil siga at tey ungu fáa viðgerð um skype ella aðra sjónvarpaða viðgerð í samstarvi við sjúkrasystrar ella sosial starvsfólk. Amerikanski uttanríkisráðharrin, Mike Pompeo, leggur hinvegin Russland og Kina undir at royna at stuðla stýrinum hjá Nicolas Maduro, forseta, fyri á tann hátt at verja sínar egnu vánaligu miljardaíløgur í landinum. Russland royndi at forða fyri fundinum í ST trýgdarráðnum um Venesuela, men fekk ikki nóg nógvar atkvøður fyri uppskotinum. Níggju at teimum 15 limalondunum í ráðnum atkvøddu fyri fundinum. Russland leggur USA undir at fyriskipa statskvett í Venesuela. Russiski ST sendiharrin, Vasili Nebensja, sigur, at USA vil hava trygdaráðið við í eirindaleysa spælið, hvør mál er at gera støðuna ótrygga í Venesuela. Hetta er hóttan móti friðinum, tá USA og sameind uttan fyrilit og áræsin royna at fáa ein lógliga valdan forseta frá, segði Nebensja. Forsetin í Venesuela, Maduro, hevur eisini sjálvur fleiri ferðir skuldsett USA fyri at leggja seg út í innanhýsis viðurskifti í Venesuela. Amerikanski uttanríkisráðharrin, Mike Pompeo, hevur heitt á onnur lond um at stuðla Juan Guaido, slíta síni sambond millum fíggjargeiran og stýrið hjá Maduro forseta. Tað er enn ógreitt, hvørja støðu ES hevur. Hægsta uttanríkispolitiska umboðið í ES, Federica Mogherini, heitt í gjár á Venesuela um at skipa fræls, gjøgnumskyd og álítandi val, og at ES fer at seta tiltøk í verk, um ikki val verður útskrivað ein av næstu døgunum. Síðani hann var sjey ára gamal, hevur Thor Simonsen hevur búð millum inuittar í Nunavut í norður Kanada, tað eru 200 km frá Nunavik. Hóast tingskipanin sigur, at ein løgtingsnevnd skal lata løgtinginum álit í seinasta lagi ein mánað eftir, at hon fekk málið, eru málini, sum Fíggjarnevndin fer at viðgera í morgin, nógv eldri enn ein mánað. Tað gongst millum annað striltið hjá Fíggjarnevndini at avgreiða málið um varskógvaraskipan hjá tí almenna, sum skuldi koma í gildi á nýggárinum. Andstøðuflokkarnir og Kristin Michelsen, sum tá var í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum, løgdu fram uppskot um berghol til Fámjins. Tað var 3.oktober. Tey eru barnaheimið, skattafría útgjaldið úr Samhaldsfasta, tað málið fór aftur í nevnd, tá onnur viðgerð var 5.desember, og landsroknskapurin fyri 2017. Tey innkallaðu eru Fámjins kommuna, landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Kommunufelagið, Felagið Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar, Útoyggjafelagið, Felagið Peningastovnar, Landsbankin, Bústaðir og løgmaður. Tingið skal atkvøða, um skrivligi fyrispurningurin hjá Kaj Leo Holm Johannesen í Sambandsflokkinum til Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, um tilboðið frá Novo Nordisk grunninum um diabetisviðgerð í Føroyum, skal svarast. Rætturin herdi revsingina, tí hevði skorni maðurin ikki sett hondina fyri andlitið, hevði knívurin mest sannlíkt rakt hann í andlitið ella í hálsin. Maðurin varð eisini ákærdur fyri eina roynd at fremja grovan harðskap, tí hann ætlaði at brúka køksknívin móti einum øðrum manni um somu tíð. Tað var 26. januar í 1919, at seinastu fólkini fluttu úr Skarðsbygd. Men bygdin hevur enn sera stóran týdning, sigur Óluva Klettskarð, sum bæði er ættað av Skarði og søgufrøðingur. Morgunsendingin fekk eitt prát við hana um søguna hjá bygdini, og hvønn týdning Skarðsbygd hevur í dag, nú 100 ár eru liðin, síðan fólk búðu har. Tað krevst nógv sjálvboðið arbeiði í sambandi við eitt nú bara ein fótbóltsdyst. Og fyri meg er umráðandi, at øll, sum hjálpa til, eru líka nógv vird, sigur Hanna Olsen, sum seinastu mongu árini hevur verið virkin í fótbóltsfelagnum Víkingi, har hon eisini situr í nevndini. Menninir hava lyndi til at gloyma kvinnurnar í fótbólti, og tá er gott, at okkurt konufólk situr í nevndini og kann gera vart við, at kvinnufótbóltur eisini skal raðfestast, sigur Hanna Olsen. Í sambandi við at Hanna Olsen er kosin at vera ársins eldsál 2018 greiddi hon í morgunsendingini frá stóra áhuganum fyri føroyskum fótbólti og ikki minst felagnum Víkingi. Ársins leiðari hjá tí almenna er Hedvig Johansdóttir, sum er stjóri í Dugna, og ársins leiðari hjá tí privata er Árni Ellefsen, stjóri hjá BankNordik. Árni Ellefsen var í útvarpsstovuni í morgun, har hann greiðir frá, hvat ein góður leiðari er, og hvussu leiðslan hjá BankNordik hevur skipað seg. Millum teir tilsamans 15.000 áskoðararnar, sum vóru í ítóttarhøllini Boxen í Herning, har Danmark og Norra spældu um heimsmeistaraheitið í hondbólti, vóru fleiri føroyingar. Ein teirra var Eyðun Samuelsen, sum er fyrrverandi altjóða dómari í hondbólti. Sambært honum var talan um eina fantastiska uppliving í gjárkvøldið. Tað er ringt at lýsa, men stemningurin var so ótrúligur, at hatta má bara upplivast, sigur Eyðun Samuelsen, sum tó leggur afturat, at sjálvur dysturin ikki var serliga spennandi Í prinsippinum var tað ongantíð spennandi í hesi finaluni, tí danskararnir spældu 15 normenn út av bananum. Teir vóru so nógv betri, staðfestir Eyðun Samuelsen. Tá danska liðið spælir upp á tað besta, so eru teir í hvussu so er í løtuni besta liðið í verðini, og tað prógvaðu teir eisini so eftirtrykkiliga í finaluni í gjár, sigur Eyðun Samuelsen. Kærleiki er ein torfør gáta at loysa. Í fleiri ár hava óteljandi sendingar verið royndar við endamálinum at para fólk eftir dreymum, vónum, áhuga og so framvegis. Nú gera pørini status, eftir at hava búð saman í eina viku. Hjá summum pørum riggar á ávísum økjum. Hjá Emmu og Andreasi er ikki so ljósareytt, nú tey eru farin út at eta saman og Emma kastar eina bumbu, sum vendir øllum royndarprojektinum á høvdið. Aleqa Hammond ætlar at stilla uppaftur til komandi fólkatingsvalið, og hesa ferð umboðar hon flokkin Nunatta Qitornai í fólkatinginum. Tað skrivar Sermitsiaq. Flokkurin vil ikki siga, um eitt umboð hjá teimum fer at styðja bláa ella reyða veingin í fólkatinginum. Tað veldst um viljan at samstarva og at eftirlíka ynski og krøv, verður sagt. Aleqa Hammond hevur eisini sæti í grønlendska landstinginum, og hon ætlar at varðveita sessin í landstinginum, um hon verður vald í fólkatingið, sigur Nunatta Qitornai. Hóast harða politiska mótstøðu, eisini í republikanska flokkinum, hevur stjórnin hjá Donald Trump, forseta, gjørt av at herða tiltøkini móti trimum russiskum feløgum. Øll feløgini hava samband við ríkmannin, Oleg Deripaska, sum millum annað verður lagdur undir at hava lagt seg út í amerikanska forsetavalið í 2016. Oleg Deripaska verður nevndur fleiri ferðir í kanningini hjá serliga ákæranum, Robert Mueller, sum kannar russisku uppíleggingina í amerikanska forsetavalið í 2016. Deripaska hevði samband við Paul Manafort, sum stóð á odda fyri valstríðnum hjá Trump, og hann hevur viðgingið seg sekan í at hava verið upp í eini ráðagerð móti USA. Skal føroyskur laksur útflytast til USA, skal landið, í hesum føri Føroyar, seta forboð fyri at drepa kóp tilætlað í sambandi við alivirksemi. Men serstakt loyvi kann skjótt latast til burðardygga kópaveiðu í Føroyum, og alifeløg kunnu fáa loyvi at taka kóp í samband við alivirksemi. Tá alilógin varð broytt í fjør, skulu alifeløg boða frá, hvussu nógvan kóp, tey taka, ella hvussu nógvur kópur doyr av øðrum orsøkum í sambandi við alivirksemi. Luttakararnir eru nú komnir hálvan vegin í kærleiksroyndini. Jonathan og Annika koma nærri hvørjum øðrum, tá tey eru vikuskiftisferð í Malm , men Jónathan manglar intimitet í teirra parlagi. Hjá Emmu og Andreasi er tíð at umhugsa støðuna, og Ronni og Maria Luisa hava ilt við at finna rytmuna. Royndin er um at vera liðug. Hóast Ronni hevur gjørt sær ómak, er Maria Luisa kaldlig. Annika er um at missa tolið, tá foreldur hennara koma at vitja, og hon og Jonathan mugu flyta inn í eittverilsis íbúðina hjá honum, har vinmaðurin Eddi eisini býr. Álitini um Fámjinstunnilin og Dalstunnilin koma væntandi úr fíggjarnevndini áðrenn tingfundin fríggjadagin. Tað sigur nýggi formaðurin í fíggjarnevndini, Bárður á Steig Nielsen. Nýggi meirilutin í fíggjarnevndini valdi á seinasta fundi Bárð á Steig Nielsen til formann . Spurningurin er so, um hetta fer at síggjast aftur í teimum álitum, sum koma úr fíggjarnevndini. Tað kemur nokk ikki at hava ta heilt stóru broytingina við sær. At andstøðan situr við meirilutanum ger kanska tað, at andstøðan hevur hug at fáa málini avgreidd. Áðrenn var tað kanska andstøðan, sum hevði hug at halda aftur, sigur Bárður á Steig Nielsen. Nógv umrødda uppskotið um Fámjinstunnilin hevur ligið í nevndini síðan november, og fíggjarnevndarformaðurin væntar, at málið kemur úr aftur nevndini áðrenn tingfundin fríggjadagin. Málið um tunlarnar er klárt at koyra út aftur úr nevndini, og har er tað heldur tann politiska avkláringin, sum manglar, sigur nýggi formaðurin í fíggjarnevndini, Bárður á Steig Nielsen. Tjóðveldi hevði fingið næstflestar atkvøður og 7 tingsessir. Javnaðarflokkurin hevði fingið 6 tingsessir, og tað hevði Sambandsflokkurin eisini fingið. Samla úrslitið av einum vali nú, hevði verið, at andstøðuflokkarnir høvdu fingið 18 tingmenn og samgonguflokkarnir høvdu fingið 15 tingmenn. Álopini sum seinastu tíðina hava verið ímóti kinesiska telefelagnum, Huawei, og øðrum kinesiskum fyritøkum, er bakbit og diskriminatión. At nógv lond vilja hava Huawei burtur frá at menna 5G netið í fleiri londum, kann fáa álvarsligar fylgjur fyri búskaparliga og tekniska samstarvið í heiminum, sigur hann. Í fleiri londum er ivi sáddur um Huawei, serliga eftir at myndugleikarnir í Kina broyttu viðurskiftini í 2017, so fyritøkur kunnu fáa boð um at reka fregnartænastuvirksemi fyri stjórnina. M.a. hevur bretska Vodafone, biðið um steðg í samráðingunum við Huawei um 5G netið í Bretlandi, meðan fleiri viðurskifti verða kannað. Stjórin í fyritøkuni, Nick Read, sigur, at Vodafone framvegs ynskir at keypa útgerð frá Huawei, men at ivi er sáddur um, hvørt tað er rætt at lata Huawei sleppa framat sjálvum heilanum í kervinum, og tí er steðgur í samráðingunum ímillum partarnar. Australia og Ný Sæland hava boðað frá, at Huawei ikki sleppur at útbyggja 5G netið í londunum, og USA hevur sett almennum myndugleikum forboð fyri at handla við Huawei og kinesiska kappingarfelagan hjá Huawei, ZTE. 5G netið, sum tosað verður so nógv um, er ein yvirbygningur á 4G netið, og er so framkomið, at tað millum annað skal nýtast til, at bilar koyra uttan førara, og at stórt sæð øll teknisk útgerð kring heimin skal virka, uttan at brotið verður av. Tað er júst tað, sum myndugleikarnir í nógvum londum eru í iva um, tí tey meta ikki at trygdin er nóg góð, og eisini verður mett, at kinesisku myndugleikarnir kunnu nýta framkomnu útgerðina til njósning. Eisini løg sum From This Moment On og You ve Got A Way eru væl kend. Ongin kvinna hevur selt fleiri eintøk av einum album, 40 milliónir, og sera fáir menn eisini. Talan er um popp og countryrokk. Fyrsta útgávan av albuminum var í Amerika í 1997, meðan vit hoyra ein meira rokkuta útgávu frá 1998, ið givin varð út í Europa og aðrastaðni Signhild Joensen Fyri á EM í Glasgow í august 2018 at vera einans 38 hundraðpartar, ella ina plasering, frá hálvfinaluni í 200 metra ryggsvimjing Signhild svam seg í 2017 við 2 14.01 í 200 rygg undir B kravtíðina hjá FINA á 2 14.30 til OL 2020 í Tokyo, og prógvaði aftur í 2018 at hon er ein hin frægasti kandidaturin hjá føroyingum til OL 2020, við 2 14.99 á Bergen Swim Festival 2018. Torkil Veyhe Tíðliga í fjør bleiv Torkil kosin sum mest álopssinnaði súkklarin í allari kappingini, tá seks daga kapingin Tour de Normandie endaði í Caen. Vípan Estetiska unglingaliðið Vípan hjá Støkk megnaði í 2018 at gera seg galdandi á altjóða pallinum, tá tær gjørdust nummar 10 til HM í Estetiskum fimleiki, sum varð hildið í Budapest. At gerast millum 10 tey bestu unglingaliðini í heiminum er ikki komið av sær sjálvum, tí hetta liðið hevur vant sera hart og miðvist saman síðani 2013, soleiðis at tær kunnu kappast við tey bestu úti í heimi. Estetiski fimleikurin kom á fyrsta sinni til Føroyar fyri knapt 15 árum síðani, og tað er at frøðast um, at vit nú eru komin hartil, at vit kunnu bjóða heimselituni av. Hávard Vatnhamar Hávard Vatnhamar hevur seinastu tvey árini arbeitt miðvíst fram ímóti einum paratriatlon startplássi á Paralympisku leikunum í Tokyo í 2020 Hávard er seinasta árið klatraður uppá 16. pláss á heimsrankinglistanum fyri Paratriatlon íðkarar, eina løtu í 2018 var hann á 15. plássi. Besta úrslit hansara í 2018 var gerast nummar 2 í world cup kapping í Magog i Kanada, men Hávard var eisini nummar 1 í Fyn Duatlon world championships, og nummar 2 í FM í triatlon ikki paratriatlon . Hávard er ein stór fyrimynd fyri føroyska paraítrótt, bæði við sínum kappingarvilja og sínari jaligu og professionellu tilgongd til ítróttin. Í veruleikanum er úgávan rættiliga nógv funk rokkur, rokkur, umframt disco, og tvær balladur, har onnur er til minnis um John Lennon, Life is Real . Ric Ocasek og Benjamin Orr vóru sangarar í The Cars, hvørs frumpláta í 1978 er ein klassikari. Og tí klassikarar selja støðgugt, er tað tann oftast keypta útgávan hjá bólkinum, frammanfyri hesa Temaplátu. Í 2018 var hetta framvegis einasta album útgávan hjá Deiggj. Upptøkurnar fóru fram í Danmark, har Fróði Vestergaard tá búði. Fróði skrivaði øll løgini og flestu tekstirnar, tó eisini fyrr útgivnar yrkingar vóðru nýttar. Plátubarrin páskaaftan 31.03.2018 Lærarar skulu á skeið um, hvussu micor bitturin skal nýtast. Tað er næsta skúlaár at allir næmingar í 4. flokki fáa hvør sín mikrobit. Haraftrat fáa næmingar í 5.og 6. flokki eisini møguleikan at fáa smátelduna, um lærararnar vilja. Nú er vorðið greitt, at brúk er fyri 300.000 rúmmetrum av gróti afturat til útfyllingina. Tí er neyðugt at keypa meira lendi til grótbrotið. Uppskotið hjá landsstýrinum um eina lóg, sum bannar mismuni og tryggjar javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum, fær av at vita frá Føroya arbeiðsgevarafelag. Felagið mælir staðiliga frá at leggja lógaruppskot um hesi viðurskifti fyri tingið, uttan at tað er nógv betur gjøgnumarbeitt enn uppskotið, sum varð sent til hoyringar. Uppskotið skal vera í samsvari við føroyskar arbeiðsmarknaðarreglur. Tað er uppskotið hjá landsstýrinum ikki, sigur Arbeiðsgevarafelagið. Tá so talan er um eitt lógaruppskot, sum er so umfatandi og við so nógvum ivamálum, er at kalla ógjørligt at koma við einum nøktandi hoyringarsvari, sigur felagið. Føroya arbeiðsgevarafelag leggur tó dent á, at tað er ikki ímóti eini lóg, sum bannar mismuni og tryggjar javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum. Arbeiðsgevarafelagið er eisini ørkymlað av ásetingini um klagunevnd í lógaruppskotinum hjá Samferðslumálaráðnum um at banna mismuni og tryggja javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum. Tankin er ivaleyst góður, men her eru nógvir leysir endar í mun til aðra føroyska lóggávu og kærumøguleikar, sigur Arbeiðsgevarafelagið. Hvussu er markamótið við eitt nú Javnstøðunevndina, við Fasta gerðarrættin og við sáttmálanevndina fyri Yrkisútbúgvingar, spyr arbeiðsgevarafelagið. Kommunala eftirlitið bíðar eftir svari frá borgarstjóranum á Tvøroyri um, hvat er hent, eftir at býráðið samtykti, at hann skal velja millum borgarstjórasessin og løgtingssessin. Hóast býráðið í Tvøroyri samtykti fyri einum mánaði síðani, at borgarstjórin noyðist at velja millum borgarstjórasessin og løgtingið, hevur Kristin Michelsen ikki valt. Íslendingurin Sævar Haldórsson, sum hevur búð í Vági í 38 ár, hevur Radioservice í Vági. Hann koyrir runt alla Suðuroynna og hjálpir fólki við sjónvørpum og aðrari tekniskari útgerð. Sævar er samstundis vorðin ein sannur miðdepil í gerandisdegnum hjá nógvum monnum í Vági og øðrum suðuroyingum við. Summir eru pensjónistar, og aðrir koma í kaffisteðginum á arbeiðsplássinum til Sævar, og millum gestirnar eru eisini siglandi menn sum eru heima. Prátið gongur væl og søgurnar eru nógvar, meðan kaffið verður drukkið. Sævar sigur, at onkuntíð koma einstakar konur eisini inn á gólvið, men tær eru fáar. Hann heldur, at tað er umráðandi at taka sær tíð til hesar løtur, ikki minst í hesum tíðum fólk eru so bundin av teldu og aðrari tøkni. Sævar Halldórsson Óli Holm Hans í Líðini John Berg Eli Poulsen Dia Poulsen Jens Petur Brattalíð Piddi Strøm Marlon Kjærbo Finn Olsen Arni Dahl Tom Villy Magnussen USA hevur hert tiltøkini móti týdningarmikla oljuídnaðinum í Venesuela, í eini roynd at noyða forsetan í landinum, Nicolas Maduro, at lata valdið frá sær til andstøðuna. John Bolton, trygdarráðgevi í Hvítu húsunum í Washington, sigur, at væntandi fara tiltøkini móti almenna oljufelagnum í landinum at hava við sær, at Venesuela missir útflutningsvirði fyri 11 milliardir dollarar næsta árið. Hann segði í einari røðu í gjárkvøldið, sum varð sjónvarpað, at hann hevur givið stjóranum í oljufelagnum boð um at leggja málið fyri bæði amerikanskar og altjóða dómstólar. Higartil hevur Donald Trump, forseti, aftrað seg við at seta tiltøk í verk móti oljuídnaðinum í Venesuela, tí tað kann fáa oljuprísin í USA at hækka, og eisini raka hart roynda fólkið í Venesuela. ST aðalskrivarin, António Guterres, kravdi á búskaparfundinum í Davos í farnu viku, at heimsins lond gera meira til tess at verja heimin fyri veðurlagsbroytingunum. Russiski sendiharrin, Vassilij Nebenzia, boðaði alt fyri eitt frá, at Russland er ímóti at umrøða veðurlagsmál í trygdarráðnum, tí verðurlagsmál eru ikki hóttan ímóti heimsfriðinum og trygdini í heiminum. Hóast russiski ST sendiharrin segði, at veðurlagsbroytingarnar eru ein veruleiki, so metti hann, at veðurlagsbroytingarnar eiga at umrøðast aðrastaðni enn í trygdarráðnum. Uttanríkisráðharrin á Maldivunum, Abdullah Shahid, tosaði um stóru avbjóðingarnar av veðurlagsbroytingunum, og hvørja ávirkan tær kunnu hava á heimsfriðin. Eitt ár er liðið, síðani Local.fo, netmiðilin, sum borðreiðir við tíðindum um føroysk viðurskifti á enskum, byrjaði sítt virksemi. Dánjal Samuelsen, ið hevur drúgvar royndir sum hondbóltsdómari, og Lassin Isaksen, dómaraleiðari í Fótbóltssambandinum, eru á einum máli um, at tað er í lagi, at tað verður rópt eftir mótstøðuleikarunum. Er talan um rasismu, er tað beineliðis brot á galdandi reglur. Tá eru greiðar mannagongdir, sum dómarin skal brúka, sigur Lassin Isaksen. Tað ræður um at koma ígjøgnum fyrstu árini. Eftir hesa tíðina, verður parlagið enn sterkari, sigur Kala Rajani Hansen, heilsufrøðingur, sum eisini svarar spurningum frá lurtarum. Altjóða Holocaustdagur var 27. januar. Sagt verður, at umráðandi er at minnast aftur á ræðuleikarnar, tí líkasæla og gloymska er vandamikil. Við at minnast, forðar mann fyri, at søgan endurtekur seg. Elsa í Skorini sigur frá bygdini Le Chambon á háslættanum í Frankaríki. Har vóru í árunum 1940 45 umleið 5000 jødar bjargaðir. Hetta staðið varð hildið, at vera tryggasta stað hjá einum jøda at vera hesi ræðuligu krígsár. Takkað verið prestahjúnunum Magda og Andr Trocm og hjálparprestinum douard Theis, sum saman við bygdarfólkunum settu egið lív í vanda fyri at hjálpa menniskjanum í neyð. Myrka og ræðuliga síðan hevur eisini eina ljósa. Matkovin snýr seg hesaferð um skjótt gjørdan mat. Tina Müller hyggur nærri eftir væl dámdum tilgjørdum rættum, og hvørji alternativ eru. Og so roynir hon saman við eini familju at gera mat til eina viku, og tað verður gjørt í ein dag. Í køkinum er Adam Aamann, sum kappast við tíðina, tá hann skal sannføra gestin um, at væl ber til at gera sunnan og góðan mat frá grundini í 20 30 minuttir Á ferð til Athen hvørvur Holger Nilsson sporleyst. Samstundis hevur ein ung kvinna mist minnið eftir eina vanlukku. Í taskuni hjá kvinnuni er ein lepi við bústaðnum hjá Holgari. Man Holgar vita, hvør hon er Hvør er henda unga kvinnan, og hvat er hent Holgari Farið er undir eina stóra útbygging, har farnetið í Føroyum verður uppstigað til 5G. Hvat merkir tað Og hvat er tað fyri eitt tøkniligt samfelag, vit eru á veg til Er tað skilagott at lata kinesiska Huawei vera veitara. Og hvussu strálingini frá erbylgjunum Hetta eru spurningar vit fara at viðgera tann fyrra tíman. Í útvarpsstovuna koma Hannes Gislason, útbúgvingarleiðari fyri KT verkfrøði á setrinum og professari í samskiftistøkni Jan Ziskasen, stjóri á Føroya Tele og Jóna Olsen, rakstrarleiðari og verkfrøðingur. Vit spyrja eisini formannin í Erbylgjufelagið, Janus Guttesen, og Magna Mohr, formann í Fólkaheilsuráðnum, um vit hava orsøk at óttast bylgjurnar frá farnetinum. Hvat kunnu vit sjálv gera fyri at ferðast tryggari á netinum Í seinna tímanum spyrja vit Jens Godik Højen, KT trygdarleiðari á Landssjúkrahúsinum, hvørjir vandar eru á netinum. Og so fáa vit politiskt orðaskifti millum Poul Michelsen, landsstýrimann, og Jákup Mikkelsen, løgtingsmann, um føroyska farnetið, stórpolitikk, infrakervi og KT trygd. Saman við programmleiðaranum Pernilla M nsson Colt fara vit til Sk ne. Vit síggja, hvussu alt byrjaði, tá Pernilla, John Taylor, gartnari, og Tareq Taylor, kokkur, av fyrstan tíð komu til urtagarðin, sum allur var tilgrógvin við ókrúti. Í dagsins tematýsdegi varpa vit ljós á 5G, farnet, erbylgjur og trygd á netinum. Eisini verður farið inn á stórpolitikk og handilsforðingar. Men hvørjir vandar eru hjá vanliga KT nýtaranum, tá vit ferðast á netinum, og hvat kunnu vit sjálv gera fyri at ferðast tryggari. Tað hava vit tosað við Jens Godik Højen, KT trygdarleiðari á Landssjúkrahúsinum um. Hann vísur á, at vit leggja so nógv spor og upplýsingar eftgir okkum á netinum, at tað er sera torført, ella snøgt sagt ómøguligt at hava eitt yvirlit yvir og at hava skil á. Vit lata fyritøkum, sum eiga heimasíður, appir og sosialir miðlar, upplýsingar um okkum onkuntíð tilvitað, og ofta uttan at vit vita av tí. Hesar upplýsingar kunnu fyritøkur nýta. Í eitt nú USA eru lógirnar um personsdátur meira víðskygd, og fyritøkur kunnu nógv lættari fáa persónligar upplýsingar frá øðrum fyritøkum ella aktørum á netinum. Fyritøkur kunnu nýta hesar upplýsingarnar til ymisk handilsslig endamál eitt nú kunnu tryggingarfyritøkur nýta upplýsingar um heilsuna, og hugsast kann at bankar kunnu nýta upplýsingar um borgarligu støðuna hjá fólki, sigur Jens Godik Højen. At vit leggja eftir okkum upplýsingar á netinum er ikki bara neiligt, tí tað er oftani ein fortreyt fyri, at vit kunnu nýta umsar tænastur á netinum. Men sum heild eiga vit at verða meira tilvitaði um KT trygd, heldur Jens Godik Højen, og serliga eiga vit at tosa við okkara børn um vandarnar, vísur hann á. Hondbóltssamband Føroya og danska hondbóltssambandið hava avrátt at samstarva um komandi EM umfar, so bæði Føroyar og Danmark spæla undir sama taki sama dag. Tann fyrsti heimadysturin var spældur í Skjern Arena. Nú verður spælt í Royal Arena men enn er ikki greitt hvar triðji og seinasti EM dysturin skal spælast. Undirhúsið hevur viðgjørt tey sjey broytingaruppskotini seinnapartin, og atkvøtt verður um tey frá klokkan 19 og fram til umleið klokkan 21 í kvøld. Vit hitta Duritu Dahl Andreasen og Nanne Bang, sum hava skrivað leikin, ímeðan Súsanna Tórgarð, sjónleikari, og Birna Heinesen, dramaturgur, umrøða nýggja leikin. Landsverk sigur, at koyrandi er ikki til Gjáar, Kirkjubøar og Syðradals á Streymoynni. Heldur ikki er koyrandi á Oyggjarvegnum. Nógva staðni eru vegirnir heldur ikki grivnir í fullari breidd. Kavin ávirkar eisini koyringina hjá Bygdaleiðum. Fleiri leiðir hjá Bygdaleiðum við Skálafjørðin eru avlýstar. Eisini eru aðrar leiðir avlýstar. Meira sæst á heimasíðuni hjá Strandferðsluni um bygdarleiðir. Tað heldur Arbeiðsgevarafelagið, sum hevur skrivað hoyringarskriv um lógaruppskotið hjá Fíggjarmálaráðnum um at geva Húsalánsgrunninum, ella Bústøðum, loyvi til at selja lánsbrøv fyri 250 milliónir krónur, tað er at læna 250 milliónir. Arbeiðsgevarafelagið sigur, at sera stórt íløguvirksemi er í landinum, og at hetta lógaruppskotið leggur enn størri part av íløguvirkseminum uttanfyri fíggjarlógina. Tað almenna eigur at gera íløgur, tá ferðin á búskapinum er lítil, heldur enn nú í hægsta hákonjunkturi, sigur Arbeiðsgevarafelagið. Nú rætturin at koyra buss fyri landið skal vara í sjey ár í staðin fyri fimm, er neyðugt at broyta lógina um fólka og farmaflutning. Sambært Samferðslumálaráðnum er ein stór avbjóðing at fáa útveitingartíðarskeiðið, aldur hjá bussum og veitarafíggingina at sampakka. Tí hevur ætlanin altíð verið at kunna leingja sáttmálan til sjey ár, sigur Samferðslumálaráðið, sum vil hava lógina um fólka og farmaflutning broytta, so hon sigur sjey ár. Sambært lógarbroytingini kann landsstýrisfólkið áseta reglur um koyri og hvílutíðir og kann gera av, at reglur um koyri og hvílutíðir, sum danski ferðslumálaráðharrin ásetur, heilt ella partvíst skulu galda í Føroyum. Samferðslumálaráðið sigur, at Føroyar eru farnar frá at vera eitt samfelag, har neyðugt var at sigla millum flestu oyggjar, til at verða eitt samfelag, sum er knýtt saman í einum vegakervi við undirsjóvartunlum. Og tey, sum koyra hesar lastbilar, skulu nú hava lógarásettar reglur um, hvussu leingi, tey kunnu koyra í senn, og hvussu leingi, tey skulu hvíla seg millum ferðirnar. Morgunsendingin var á Glyvrum og vitjaði Regin Jacobsen, sum saman við familjuni eigur ein part av Bakkafrost. Eisini hevur hann verið stjóri í fyritøkuni síðani 1989. Vit hava spurt hann, hvat hann sum eigari og stjóri hevur gjørt serligt fyri at menna og uppbyggja Bakkafrost til ta stóru fyritøku, sum hon er í dag. At læra av sínum mistøkum og at vera eyðmjúkur og álítandi eru nakrar av orsøkunum til, at fyritøkan er so stór í dag, sigur Regin Jacobsen. Bárður á Steig Nielsen, formaður í Fíggjarnevndini, sigur, at nevndin er samd um at skriva álit um varskógvaraskipan, skattaðar pengar, sum fara í og úr Samhaldsfasta, og um landsroknskapin fyri 2017. Í Snipp snapp eru teknifilmar, ið eru ætlaðir smáum børnum. Snipp snapp er hvørt mikukvøld og verður endursent hósdag og um vikuskiftið. Selmar Nielsen Arkitektur er farin undir prosjekteringina hon verður liðug á sumri í 2020 og fer at kosta góðar 12 milliónir krónur. Síðani verður eitt útbjóðingarumfar, har fyritøkur kunnu bjóða seg fram at byggja langhylin. Byggingin fer væntandi í gongd í august 2020. Á bretska landgrunninum tykist økið vestan fyri Hetland at fáa størri týdning hjá bretum at bjóða oljufeløgum at leita og framleiða kolvetni úr. 32. útbjóðingarumfarið hjá Bretlandi verður eftir ætlan frá juni til november í ár, og partur av økinum, sum verður boðið út, fer væntandi at liggja upp at markinum at Hetlandsrennuni. Stórar oljukeldur og mesta leitivirksemið á bretskum øki eru nú á gáttini til føroyska landgrunnin. Tí eru stór sannlíkindi fyri, at kolvetni verða funnin í eini keldu, sum røkkur tvørtur um markið millum bæði londini. Jarðfeingi hevur umrøtt henda møguleikan við bretskar olju og gassmyndugleikar, og partarnir eru samdir um, at bæði londini og oljufeløgini kunnu fáa fyrimunir, um Føroyar og Bretland samskipa útbjóðingina báðumegin markið. Tað er við hesum samtarvi í huga, at mett verður, at tíðin er komin at seta sjøtul á fimta útbjóðingarumfar á føroyskum øki, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis og vinnumálum, í viðmerkingunum til uppskotið, sum nú er sent til hoyringar. Arbeiðið, sum er gjørt á Jarðfeingi seinnu árini, bendir á, at áhugaverdasta økið á føroyska landgrunninum liggur fram við bretska markinum í syðra parti av Hetlandsrennuni. Endaliga úrslitið av fjórða útbjóðingarumfari, sum læt aftur fyri umleið einum ári síðani, varð, at Jarðfeingi fekk bara eina umsókn, men einki leitiloyvi var latið. Jarðfeingi sigur, at orsøkin til laka úrslitið av hesum útbjóðingarumfarinum var, at leitivirksemið var ikki komið í gongd aftur eftir stóra oljuprísfallið í 2014, at Føroyar framvegis verða mettar at vera eitt útjaðaraøki í leitingarhøpi, og at loyvistreytirnar, sum vórðu bodnar oljufeløgunum, vóru ikki kappingarførar. Samstundis var hetta fyrsta plátan við Bruce Dickinson sum sangara. Hann bleiv forsangari fyri Paul Di Anno, sum í 2013 var í Føroyum og sang. Talan er um triðu studioplátuna hjá bólkinum, ið varð stovnaður í London økinum í 1975. Iron Maiden skrivaði undir sáttmála við EMI í 1979 og fyrsta útgávan var í handlunum í 1980. Nógv hevur verið tosað um, at ábyrgdarbýtið er ógreitt, tá tað kemur til almennar byggingar, og nú verður tað broytt, sigur løgmaður. Radarin í dag snýr seg um Glasir, um risa eykarokningarnar og um hvat gekk galið frá byrjan. Eisini tosa vit við løgmann um eftirlitið við byggjarínum. Hendan dagin fyri 60 árum síðan, gekk grønlandsskipið Hans Hedtoft burtur við 95 fólkum. Mortan Johannesen var sum 16 ára gamal við í leitingini. Sofus Hansen, Halleluja Sofus, er gestur í hjá Rudolf í Legends kvøld í Spaniastovu, og hann er eisini í fokus í Nón. Jógvan Isaksen, bókmentafrøðingur og rithøvundur, hevur skrivað sína 50. bók. Nýggja bókin viðger yrkingasavnið Gudahøvd eftir Jóanes Nielsen. Og 50 ár eru liðin, síðan Beatles fór upp á takið á Apple bygninginum og helt sína seinastu konsert. Vit fara saman við Páll Hellu aftur til hesa sjáldsomu konsertina. Freistin at atlvøða á formansvalinum í Føroya Fiskimannafelag var úti á miðnátt. Atkvøðurnar verða taldar í dag, sæst á heimasíðuni hjá Fiskimannafelagnum. Sostatt verður helst greitt í dag, um Jan Højgaard heldur fram sum formaður, ella um Aksel Hansen, sum eisini stillaði upp, verður nýggjur formaður. Í triðja partinum av ungdómsrøðini siga Hjalti, Katrin, Leo og Leyvoy frá sínum tonkum um tað at vera kvinna vs. maður. Tey lufta neiligar og jaligar tankar um kropp teirra, um hvat gott sex er, og hvønn ávirkan porno hevur. 17 ára gamli vestmenningurin, Lív Poulsen, sum fyrr umboðaði VÍF, fekk í gjár sín fyrsta dyst í bestu deildini í Danmark, tá hon umboðaði felagið hjá sær Herning Ikast í dysti ímóti Ajax Keypmannahavn. Nógv gransking og nógvar kanning eru, sum ikki síggja dagsins ljós. Ritgerðir, sum standa á onkrari hill onkra staðni, og sum bara verða lisnar av heilt fáum. Í morgunsendingini hava vit gjørt av at taka ymiskar ritgerðir av hillunum og fáa fólk, sum hava granskað og kannað ymiskt at greiða okkum frá síni vitan. Og í morgunsendingini í morgun greiddi Annika Steintórsdóttir Biskupstø frá, hvørjar avbjóðingarnar modernaði sjómaðurin hevur. Hon hevur nevniliga kannað, hvat ymsu umhvørvini sjólívið og heimalívið gera við sjómannin og sjómansfamiljurnar. Leitingin eftir Holger heldur fram. Var tað Holger, sum legði gátuna eftir seg Esm og Mortensen leita yvir Alpufjøll og gjøgnum grønar dalar. Ein nýggj gáta leiðir Esm og Mortensen víðari. Tey eru nú viss í, at Holger hevur lagt gáturnar eftir seg, men hví Ferðin gongur norðureftir til Týsklands og Hollands. Mótfallin ferðast vinfólkini til Skottlands, har tey hitta landafrøðingin Veru. Síðani gongur leiðin til Normandíið og klostrið Mont Saint Michel, har Svarta solen hevur Holger sum fanga. Hvussu skulu Esm og Mortensen bjarga Holgeri Og eru fleiri gátur at loysa Ein ræðuligur fíggindi jagstrar Holger og Esm sum flýggja fyri lívinum. Tey royna at rista jagstrararnar av sær. Tá tey koma til Portugal, og alt sær bjartari út, broytist støðan fullkomiliga. Onki gongur sum ætlað, og støðan kennist vónleys. Holger er aftur fangi hjá Svarta solen. Nu mugu Esm og Mortensen skjótt fáa skil á, hvør Esm í grundini er. Og Svarta solens brødraskap hevur alt, sum skal til fyri at føra tær óhugnaligu ætlanirnar at broyta Evropa út í lívið. Allar ábendingar peika móti Ukraina vid Svarta Havið og Donaudeltað. Har bíðar ein vandamikil leið gjøgnum Rumenia. Er tað har, ið Svarta solen hevur borg At vinirnir mugu bjarga Holger úr tí fasta takinum hjá ónda brøðraskapinum er greitt, men hvussu Uppgávan tykist fullkomiliga ómøgulig at gjøgnumføra. Tolllógin skal dagførast og broytast. Galdandi lóg kom í 2011. TAKS hevur gjørt Fíggjarmálaráðið varugt við, at tørvur er á at dagføra og broyta ávísar ásetingar í tolllógini. Talan er um ásetingar, sum ikki eru tíðarhóskandi og sum ikki samsvara við galdandi mannagongdir og hvussu tolllógin verður umsitin í dag. Fíggjarmálaráðið hevur nú sent uppskot um broytingar til hoyringar. Talan er um 11 uppskot um broytingar í tolllógini. Ein broyting er, at tannprotesur sleppa undan tolli eins og allar aðrar protesur, so sum gjørdir armar og bein. Tórshavnar býráð hevur fingið at vita frá aðalstjóranum í Almannamálaráðnum, at landsstýriskvinnan í almannamálum ætlar at leggja fram lógaruppskot um hetta, tí eingin lóg er, sum sigur, hvussu berast skal at í slíkum førum. Tórshavnar býráð fer í kvøld at taka støðu til eitt uppskot um, at Tórshavnar kommuna longu nú sendir beinleiðis áheitan til Almannamálaráðið um at fáa viðurskiftini viðvíkjandi flyting í og úr røktarheimi millum kommunur verða skipað við lóg. Heilsu og umsorganartænastan í Havn fær fleiri og fleiri umsóknir og fyrispurningar frá avvarðandi, sum vilja, at foreldur teirra flyta úr røktarheimi ella stovni í aðrari kommunu í eldrabústovn í Tórshavnar kommunu. Samráðingar millum íslendsk og føroysk embætisfólk um fiskirættindasáttmála fyri 2019 og rammuavtalu fyri fleiri ár eru í Havn í dag. Eingin sáttmáli er fyri 2019. Londini hava havt samráðingar síðani í fjør heyst, men higartil uttan úrslit. Fyri jól kom fram, at íslendska stjórnin roknar ikki við fiskiskapi í føroyskum sjógvi í ár. Tey halda seg lata ov nógv afturfyri at sleppa at fiska svartkjaft í føroyskum sjógvi. Føroyar fáa fimm prosent av íslendsku heildarkvotuni av lodnu, tó í mesta lagi 25.000 tons. Føroyar fáa eisini 5.600 tons av botnfiski í íslendskum sjógvi. Tað heldur íslendska fiskimálaráðið er alt ov nógv at lata fyri, at íslendsk skip sleppa at fiska svartkjaft í føroyskum sjógvi. Strandfaraskip landsins hevur leigað Kavaran til at sigla við farmi til oyggjarnar. Hann fer ein túr í morgin og aftur í næstu viku. Skrúvan hjá Rituni, sum annnars siglir á leiðini, fekk skaða leygardagin 26. januar. Skrúvan er send til Danmarkar til umvælingar. Vit hoyra Regin Smið, Birgir Djurhuus skipar í Dansifelagnum í Havn. Tanja Poulsen og Súsanna Hansen skipa Harpurímu í Nólsoyar Dansifelag. Dansifelagið í Havn fer upp á gólv við Havbor konge og Sivard konge, Martin Tórgarð skipar. At enda kvøða tey í Eysturoyar Dansifelag Gáturímu, sum Josva Rasmussen skipar. 41 listafólk fingu starvslønir hesaferð, men hægsta starvslønin verður bert latin einum listafólki, og í ár fór hon til Heiðrik á Heygum. Heiðrikkur er fjøllistafólk, sum arbeiðir við tónlist, myndlist og filmslist. Hann hevur filmsútbúgving frá alternativa danska filmskúlanum Super 16 og frá Listaháskóli Íslands. Hann hevur millum annað givið tvær solofløgur úr, gjørt fleiri stuttfilmar og yvir 17 videoløg. Í 2014 kom fyrsti langi filmurin hjá honum Skuld, sum vann Geytan og áskoðaravirðislønina, og sum eisini varð vann tvær virðislønir á Danish Ekko Awards. Og nú arbeiðir Heiðrikur á Heygum við sínum fyrsta spælifilmi, og sigast kann at talan er um eina filmsverkætlan, sum sameinir tær listagreinar, sum Heiðrikur hevur arbeitt við higartil. Hann hevur skrivað undir sáttmála við stóra danska filmsframleiðslufelagið Nimbus Film um at gera ein musikal. Nimbus film hevur millum annað framleitt fyri filmar sum Festen, ella eitslan, Mifunes sidste sang, Kongekabale og Flammen og Citronen. Ætlanin er at Nimbus film skal framleiða filmin og fáa til vega fígging, og Heiðrikur leikstjórnar og skrivar tónleikin til filmin, saman við Sebastian Lundberg. Verkætlan er eisini áhugaverd, tí nýggja Filmshúsið, sum fór at virka í fjør, hevur havt ein stóran leiklut, at fáa sáttmálan við Nimbus film í lag. Føroysku mynduleikarnir hava sett sær sum mál, at filmsvinnan í Føroyum skal mennast og vaksa, millum annað við faá fleiri samstørv í lag við útlendsk filmsframleiðslufeløg. Vit umrøða fyrstu føroysku orðabókina og fyrsta føroyska songfilmin, tosa við fráfarandi blaðstjóra, sum byrjar í nýggjum starvi í morgin, og vit umrøða eisini leikin It might be a dream . Heimsins fyrsta kinesiska føroyska orðabók kemur út í morgin. Tað er sprotin sum útgevur. Men hví er tørvur á einari kinesiskari orðabók, og hvussu verður hon gjørd Vit tosa við unga føroyska parið, sum hevur ritstjórnað. Hann hevur nýliga sagt Dimmalætting farvæl og byrjar her í Kringvarpinum í næsta mánað. Georg L. Petersen, fráfarni blaðstjórin á Dimmalætting, er hósdagsgestur í dag. Í farnu viku framførdi sjónleikarin Durita Dahl Andreasen leikin It might be a dream , sum hon hevur skrivað saman við Nanne Bang. Vit umrøða nýggja leikin saman við Súsonnu Tórgað og Birnu Heinesen. Heiðrikkur á Heygum fekk í ár hægstu starvslønini til listafólk, sum er eitt ár. Fyri framman liggur ein stór, áhugaverd og nýbrótandi filmsverkætlan. Vit tosa við Heiðrik um ætlanirnar hetta árið og tey komandi . Ikki er greitt, hví tær hava sagt seg úr starvi vit kunnu bara staðfesta, at føðideildin enn hevur skipanarligar trupulleikar, sigur Annika Hoydal, forkvinna í Ljósmøðrafelag Føroya. Vit ætlaðu at fáa viðmerkingar til viðurskiftini á føðideildini frá Jóannes Erik Køtlum, stjóra á Landssjúkrahúsinum, og Óluvu í Gong, forkvinnu í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, men hvørgin av teirra vildi gera samrøðu í dag. Evsta mark at greiða atkvøðu var á middegi í dag, og tá hevði Jan Højgaard fingið 297 atkvøður, tað eru 70 prosent, meðan hitt valevnið, Axel Hansen, fekk 130 atkvøður. Og endurvaldi formaðurin hevur ítøkiligar ætlanir, sum hann nú fer undir. Jan Højgaard var fyrstu ferð valdur til formann í 2007, og hetta er fimta skeiðið hjá honum sum formaður í Fiskimannafelagnum. Hvat hendir, tá ein leiting ella ein bjarging skal setast í verk eftir fólk i á landi ella á sjógvi. Og hvussu er hetta tilbúgvingarøkið skipað. Tann spurningin settu vit okkum fyri at lýsa, og í tí sambandi fingu vit Andras Marr Poulsen, í starvast sum tilbúgvingarsamskipari hjá Fiskimálaráðnum, at greiða okkum frá hvussu økið er uppbygt. Hóast tað fyri mong kann tykjast fløkt er samskiparin sannførdur um, at tilbúgvingin er í tryggum hondum. Hann kemur eisini inn á, at myndugleikarnir tó alla tíðina arbeiða við at gera skipanina enn betri. Lurta eftir allari samrøðuni her. Hvat eru fjallabjargararnir fyri nakað Tann spurningin settu vit Hans Mikkelsen og Gundur Mortensen, sum báðir hava verið við síðan fjallabjargararnir byrjaðu í Føroyum. Tað gjørdu teir, tá íslendingar vildu takka føroyingum fyri fíggjarligu hjálpina, tá tað leikaði hart á eftir búskaparliga húsagangin fyri umleið 10 árum síðan. Í Íslandi eru fjallabjargararnir týdningarmikil partur av tilbúgvingini og fyri at bera eitt sindur aftur til Føroya hildu íslendingar, at teir skuldu útbúgva føroyingar á hesum øki. Síðan tá hava fleiri føroyingar fingið útbúgving sum fjallabjargarar og teir hava regluligar venjingar fyri at halda sínar førleikar við líka. Lurta eftir allari samrøðuni her. Kirkjuráðini í Eiðis prestagjaldi hava innstillað Jonhard Jógvansson, sum er ættaður úr Saltangará, til embætið sum sóknarprestur í prestagjaldinum. Tað skrivar heimasíðan hjá Fólkakirkjuni. Sóknarpresturin skal setast 1. juli í ár, tí Emil Olsen, sum hevur verið sóknarprestur á Eiði seinastu 35 árini, fer úr starvinum seinast í juni. Tá Emil Olsen fer úr starvinum sum sóknarprestur, fer hann at virka sum stiftsprestur. Hann skal starvast hjá biskupi og vera honum til tænastu, stendur á heimasíðuni hjá fólkakirkjuni. Runavíkar kommuna brúkar Svínagjógv til drekkivatn til Skálafjørðin. Men vatngoymslan har er nakað lítil og skal útbyggjast til tvífalda stødd. Tekniska nevnd hjá Runavíkar býráði tekur undir við tilmælinum frá Teknisku deild um at geva Kelduni loyvi til at brúka Garðará og Øksnagjógv, um loyvi fæst frá Umhvørvisstovuni. Eg verði 70 ára gomul seinni í ár, so nú ætli eg mær at njóta tilveruna og hava góðar stundir til at vitja fólk, fara í bindiklubb og gera ymiskt annað, sum er fyri pensjónistar. Tað sigur 69 ára gamla Kirstin Hansen, sum hevur staðið innan fyri handilsdiskin í Wrangler, sum størsta partin av tíðini hevur ligið í Niels Finsens gøtu nummar 23. Nú havi eg fyrireikað meg upp á at lata handilin aftur, men tað er avgjørt við sorgblídni, at eg gevist, tí her havi eg brúkt nógva tíð og eri komin í samband við nógv fólk, sigur Kirstin Hansen. Marjun Cole, sum er ættað úr Havn, greiddi frá herviliga kuldanum, sum hevur herjað partar av USA seinastu vikuna. Í býnum, Shakopee, har hon býr, hevur verið niður í minus 34 stig, og skúlar og aðrir stovnar hava verið stongdir. Kuldin er tó av á hesum sinni, og næstu dagarnar verður lovað upp í pluss seks stig. Gestir Súsanna Olsen, lektari í samfelagsfrøði, Heini Gaard, tíðindaleiðari, Jón Brian Hvidtfeldt, formaður í Føroyskum Miðlafólkum. Vit hava fingið bræv frá einari ommu, sum heldur, at tað er so stuttligt at síggja børnini sleta og at hoyra tey spæla úti í kavanum. Tí hava vit funnið eina brekku og fleiri børn, sum elska at vera úti, tá ið tað er kavi. Seinastu fýra árini hava tey, ið læra til námsfrøðing og lærara á Setrinum, verið á sokallaða Familjuskúlanum, sum er í Gladsaxe í Danmark. Familjuskúlin er eitt tilboð til børn, sum hava trupulleikar í skúlanum ella í barnagarðinum av tí at tey hava ávísar avbjóðingar viðvíkjandi trivnaði og atburði. Og tað var júst hetta, sum tey 28 føroysku lesandi sluppu at uppliva, tá tey í januar vóru í Gladsaxe og vitjaðu á skúlanum. Tey upplivdu, hvussu arbeitt verður við familjum hjá børnum, sum hava avbjóðingar, og hvussu skúli og dagstovnur kunnu vera við í arbeiðinum. Tey lesandi fáa nógv burturúr døgunum á Familjuskúlanum, og mín vón er, at tey taka hugskotini við sær til Føroya, soleiðis at arbeiðshátturin á Familjuskúlanum eisini verður brúktur í skúlum og dagstovnum í Føroyum, sigur Katrin av Kák, sum er sálarfrøðingur og undirvísari, við Gladsaxebladet. Í farnu viku varð ein vísindagrein um genetiskar variantar í sambandi við autismu í Føroyum almannakunngjørd í tíðarritinum Genomic Medicine. Føroysku høvundarnir eru Tórmóður Stórá, Rannvá Biskopstø, Jónrit Halling og Guðrið Andorsdóttir. Vísindagreinin snýr seg um eina kanning, ið fevnir um 357 føroyingar, harav 36 við autismu, 136 familjulimir hjá teimum við autismu og 185 kontrollar, sum ikki høvdu autismu. Tað var í 2002, at Ása Ellefsen og Hanna Kampman, báðar sálarfrøðingar, saman við Christopher Gillberg, professara úr Gøteborg, tóku stig til at kanna títtleikan av autismu í Føroyum. Allir næmingar í fólkaskúlanum vóru kannaðir fyri autismueyðkenni, og vóru tey, sum høvdu eyðkennir boðin til eina útgreinandi kanning. Í 2009 var ein uppfylgjandi kanning gjørd, fyri at finna tey, sum møguliga ikki vóru funnin í fyrru kanningini. Títtleikin av autismu í Føroyum varð tá staðfestur at vera eitt prosent, sum er áleið tað sama sum aðrastaðni. Í sambandi við kanningina í 2009 vóru øll, sum høvdu fingið staðfest autismu og teirra familjulimir umframt ein kontrolbólkur biðin at lata eina blóðroynd til genkanningar. Tað eru úrslitini av hesum kanningum, sum nú eru almannkunngjørd. Kanningin staðfestir tað, sum áður er víst, at bæði sjáldsamar og vanligar broytingar í genum, sum vanliga verða sett í samband við autismu, eru við til at økja um møguleikan at fáa autismu eisini í Føroyum. Kanningin vísti, at tey við autismu høvdu fleiri sjáldsamar autismugenvariantar, enn tey sum ikki høvdu autismu. Harafturat høvdu tey við autismu ein hægri innannørings status, tað vil siga at teirra forfedrar vóru nærri skyld samanborið við tey, sum ikki høvdu autismu. Ivaleyst tí høvdu tey við autismu í størri mun sjáldsamar homozygot genvariantar, sum niðurarvast frá foreldrunum, enn tey sum ikki høvdu autismu. Tó er tað soleiðis, at flestu genini, sum verða sett í samband við autismu, hava eina samansetta arvagongd, og genvariantarnir arvast ikki beinleiðis frá foreldrunum. Hetta varð eisini undirbygt í kanningini, sum vísti, at innannøring í síni heild bert í lítan mun kann roknast sum ein vandatáttur fyri at fáa autismu. Miðilin Quartz hevur gjørt eina kanning av miðallongdini á sangunum á hittlistanum Billboard Hot 100, og tað vísir seg, at sangirnir eru blivnir 20 sekund styttri frá 2013 til 2018. Fyri seks árum síðani var longdin á einum sangi á hittlistanum í miðal tríggjar minuttir og 50 sekund, meðan ein sangur í fjør var tríggjar minuttir og 30 sekund. Harafturat er talið av sangum, sum eru tveir minuttir og 30 sekund ella styttri, økt úr einum prosenti í seks prosent í tíðarskeiðinum 2013 til 2018. Miðilin Quartz staðfestir í kanningini, at teir styttru sangirnir eru ein beinleiðis avleiðing av vælumtóktu stroymingtænastunum, sum serliga tey ungu brúka. Tónleikarar fáa nevniliga pengar fyri hvørja avspæling av sínum sangum, og tí vilja teir helst hava, at lurtað verður eftir so nógvum sangum sum gjørligt. Jú styttri sangir, jú fleiri kunnu fólk náa at hoyra. Eg veit, at um eg fekk stundir at gera mær størri ómak til at skriva eina betri solo, ella kundi eg sungið betur, sigur Heri Joensen, forsangari í Týr. Eingin semja kom buturúr samráðingunum í gjár í Havn millum Føroyar og Ísland um fiskirættindi. Samráðingarnar eru um fiskirættinda sáttmálan fyri 2019 og eina rammuavtalu fyri fleiri ár. Nýggjur fundur er ikki ásettur. Andras Kristiansen, deildarstjóri á Fiskivinnustovuni, er føroyskur samráðingar leiðari og sigur, at semja er um okkurt og ósemja er framvegis um okkurt annað. Almenningurin skal ikki vita, hvør søkir um menningarkvotur. Tað er ætlanin hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni. Hann ætlar at broyta lógina um sjófeingi, so rætturin at fáa innlit í umsóknir um menningarkvotur verður strikaður. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, ætlar at broyta lógina um sjófeingi, so rætturin til innlit í umsóknir um menningarkvotur verður strikaður Løgtingslóg um innlit í fyrisitingina er ikki galdandi fyri umsóknir við fylgiskjølum um menningarkvotu, stendur í broytingaruppskotinum, sum er sent til hoyringar. Í viðmerkingum til uppskotið verður sagt, at hetta er fyri at verja umsøkjararnar, tí vandi kann vera fyri, at fólk aftra seg at søkja um menningarkvotu, um teirra umsóknir gerast almennar. Fyrisitingarlógin, sum innlit verður biðið eftir, avmarkar annars longu innlit í rakstrar ella vinnuviðurskifti ella líknandi um so er, at tað hevur stóran fíggjarligan týdning fyri tann persónin ella virkið, sum upplýsingin viðvíkir. Spæliskipanir, taktikkur og uppseting av einum liði. Tað var ikki hetta, sum fekk fleiri okkara at hyggja eftir HM finaluni í hondbólti fyri einari viku síðani. Tað heldur Verner Møller, sum er fyrrverandi hondbóltsspælari á úrvalsstigi og í dag professari í ítrótti á Aarhus Universiteti. Hetta sigur hann við heimasíðuna videnskab.dk. Tað eru tey fæstu okkara, sum skilja nuansurnar og tankarnar aftan fyri taktikk og spæliskipanir, tá vit hyggja eftir hondbólti. Fyri okkum snýr tað seg um nakað heilt annað, nevniliga at dysturin er ein framsýning av primitivum drama tey móti okkum, sigur danski professarin og heldur fram Í roynd og veru snúgva flestu ítróttargreinar seg um, at tveir mótpartar dystast móti hvørjum øðrum. Eina liðið er tað, tú heldur við, og sum onkursvegna umboðar teg. Fyri at tað skal vera lætt, skulu leikararnir á vøllinum vera í ávísum klæðum, soleiðis at vit kunnu kenna okkara lið . Tað er púra einfalt og vendir sær til okkara vanliga máta at býta heimin upp í tey og vit, greiðir Verner Møller frá. Sprotin trýstir á knøttin seinnapartin fríggjadagin 1. februar, og tað hevur við sær, at øll kunnu fáa orðabókina ókeypis á heimasíðuni hjá Sprotanum. Føroyskt er eitt lítið mál. Føroyar eru øgiliga lítlar í einum stórum heimi. Um vit ikki gera føroyskar orðabøkur til øll mál, so er tað okkara mál, sum doyr út. Kinesiskt fer ongan veg. Dimmalætting er ein partur av hansara arvastreingi og samleika. Nú takkar hann fyri seg og fer í nýtt starv í Kringvarpinum. Harvið er tann síðsti í ættini, sum stýrdi Dimmalætting so leingi, farin víðari. Tíðliga í fjør bleiv Torkil kosin sum mest álopssinnaði súkklarin í allari kappingini, tá seks daga kapingin Tour de Normandie endaði í Caen. Ársins ítróttaátak er Flogbørn. Tað eru Anne Frederiksen og Peter Morell sum vegna Flogbóltssambandið hava lært skúlabørn at spæla flogbólt. Heiðursskjal Poul E. Petersen s fekk Peter Hentze Niclasen fyri í meira enn 30 ár at hava arbeitt óløntur fyri føroyskt borðtennis. Sonni Ragnar Nattestad hevur verið knýttur at Molde, men partarnir eru samdir um at siga sáttmálan upp, og tí stóð tað honum frítt at skifta felag. Regin Jespersen heldur, at bjargingarfeløgini kring landið spæla ein týdningarmiklan leiklut í føroysku tilbúgvingini. Tey liggja inni við nógvari útgerð, sum tað almenna tí ikki nýtist at keypa, og tað er ein sparing. Tí heldur hann, at landsins myndugleikar gott kundu játtað meira pening til bjargingarfeløgini, sum fáa eina millión krónur um árið. Tað røkkur ikki langt, tá útgerð skal keypast, og tí má raðfestast, sigur hann. Níggju av tíggju feløgum eru við í landsfelagnum, men øll tíggju samstarva væl, sigur formaðurin í landsfelagnum. Hoyr alla samrøðuna við Regin Jespersen her. Teitur Christensen, høvuðskokkur í Fútastovu í Havn, eksperimenterar. Ella tað ger hann faktiskt ikki, tí talan er um tilgerð av mati, sum er fleiri hundrað ára gomul og stavar úr Korea. Vit tosa um svartan hvítleyk . Hetta er ein long prosess heilar 90 dagar tekur tað at gera hvítleyk til svartan hvítleyk. Tað gongur fyri seg á tann hátt, at man fyllir ein rískókara við hvítleyki og setir hitan á millum 60 og 90 stig. Tað er umráðandi, at vætan í hesum rískókaranum er 80 alla tíðina. Til at tryggja hetta kann man leggja ein vátan klút niðurí til hvítleykin. Tað, sum fer fram, er ein spakulig karamellisering. Karamellisering kenna vit til dømis frá, tá vit steikja kjøt, og kjøtið fær eina steikiskorpu ella tá vit baka breyð, og skorpan verður hørð. Karamellinsering gevur smakk, og smakkurin í hesum umskapaða, seint karamelliseraða svarta hvítleykinum er als ikki, sum vit kenna hann frá vanligum hvítleyki. Evnið, sum gevur ringan anda, er ikki longur har, og ístaðin smakkar hvítleykurin av lakress ella kanska soya. Hetta gevur góðan aromatiskan smakk í sós, og Teiti dámar væl at brúka svartan hvítleyk til fisk. Umframt góðan smakk er svartur hvítleykur munandi meiri heilsugóður enn vanligur hvítleykur, tí har er tvífalt so nógvur antioxidantur í. Hoyr samrøðu við Teit Christensen, høvuðskokk í Fútastovu í Havn Rúni Nielsen, whiskykennari, greiðr frá, at distillaríið Bunnahabhain á Ilay í Skotlandi heldur uppat við at framleiða 12 ára gamalt whisky. Í staðin framleiðir felagið No Age Statement whisky, sum er whisky uttan aldur. Orsøkin til hetta er einfalt, at onki 12 ára gamalt whisky er eftir vegna sera stóran eftirspurning í heimshøpi. Rúni greiðir frá, at Bunnahabhain hevur ætlan um at taka framleiðsluna uppaftur, tá goymslan við 12 ára gomlum whisky er nóg stór. Rúni leggur dent á, at whisky eigur at verða verður goymt leingi, fyri at tað kann smakka av nøkrum. Smakkinoturnar koma ikki fram, fyrr enn whisky ið hevur ligið á fati í nøkur ár. Talan er um ymsar kemiskar prosessir. Vit tosa um smakk av tungari frukt , so sum sviskum, dadlum og rosinum. Eisini hugleiðir Rúni um, hvussu føroysk whiskyframleiðsla eigur at verða løgd til rættis til ein framtíðar whiskymarknað. Hoyr samrøðuna her Verandi lóggáva krevur nevniliga, at tey fyrst skulu flyta bústað, so tey kunnu visiterast og síðani koma tey á kommunala listan at sleppa á stovn. Talan er um eina app, sum í stóran mun verður brúkt til fjant og fjas, men dulnevnda samskiftið í gjárkvøldi skapti ótta millum næmingar og foreldur. Næmingurin, sum sendi boðini á Jodel, setti seg sjálvur í samband við leiðsluna, tá hann gjørdist varugur við, at fólk vóru vorðin bangin, men tá høvdu tey á Glasi longu tosað við løgregluna, ið síðani setti seg í samband við næmingin. Samgongan misti formannsessin í fíggjarnevndini fyri viku síðani og tað hevur verið róð framundir, at løgtingsnevndirnar skulu veljast av nýggjum so at samgongan aftur kann tryggjað sær formannsessin í fíggjarnevndini men hetta má bíða, sigur løgmaður Eins og undanfarnu dagarnar kavaði tað illa til tíðir í gjár. Í tveimum førum hevði tað við sær, at bilar fóru út av vegnum ein í Sundalagnum og ein á Sandavágshálsi, men eingin fólkaskaði stóðst av tilburðunum. Av løgreglustøðini verður eisini sagt, at tvey ferðsluóhapp vórðu á sama stað í gjár við innkoyringina til Norðragøtu. Ein bilur á veg suður eftir var ov seinur at lækka ferðina, tá ein annar bilur skuldi snara inn til Norðragøtu og rendi á bilin frammanfyri. Í seinni førinum var talan um ein bil, ið skuldi úr Norðragøtu og út á landsvegin, men yvirhelt ikki víkiskylduna og rendi á ein bil, ið koyrdi á landsvegnum. Í báðum førum vórðu sjúkrabilar tilkallaðir og eitt fólk var flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar. Grundarlagið hjá landsstýrinum at lækka tímtalið í Fólkaskúlanum er ov veikt. Tað heldur Føroya Lærarafelag, sum hevur latið hoyringarsvar í samband við uppskotið um at bróta fólkaskúlalógina. Haraftrat eru broytingarnar ov stórar og hava ov stórar avleiðingar til at kunna setast í verk eftir so stuttari tíð, heldur Føroya Lærarafelag. Fyrrverandi landsstýriskvinnan í skúlamálum, Rigmor Dam, vildi lækka tímatalið hjá føroyskum børnum, tí tey ganga nógv í skúla samanborið við børnini í okkara grannalondum, og hetta er ein bági fyri tærra læring. Men tað ber ikki til at samanbera samlaða undirvísingartímtalið hjá okkara næmingum við undirvísingartalið í fólkaskúlum í grannalondum okkara og brúka tað sum grundgeving fyri at lækka undirvísingartalið hjá okkum, sigur Føroya Lærarafelag. Eitt nú ganga næmingar uttanlands allir í forskúla, áðrenn teir byrja í skúla, men í Føroyum ganga einans 25 prosent av børnunum í forskúla. Eingin kanning er gjørd, sum vísir at langir skúladagar er orsøk til at næmingarnir eru troyttir og ikki tíma skúlan, vísir Lærarafelagið á. Hinvegin hava kanningar aðrastaðni víst, at tað er greiður samanhangur millum talið á undirvísingartímum og úrtøkuna hjá næmingunum. Gamaní vísa kanningar eisini, at um tímatalið er ov høgt, kann tað ávirka trivnaðin hjá næmingunum neiliga. Her veldst tó í stóran mun um, hvussu undirvísingin verður skipað. Eru umstøður fyri fjølbroyttari undirvísing, minka neiligu árinini, sigur Føroya lærarafelag, sum er ímóti at skerja tímatalið. Heldur eiga vit at seta fleiri lærarar. Um undirvísingin skal verað meiri fjølbroytt, so mugu næmingarnir møta meiri verkligum og listarligum arbeiðshættum í skúlatíðini, ið fyri summar næmingar er í so bóklig. Hesir arbeiðshættir krevja fleiri hendur, og tí er loysnin at seta fleiri lærarar at undirvísa, skrivar Lærarafelagið. Verður tímatalið skert, gongur tað útyvir veikastu næmingarnar eitt nú vísa starvsfólk í barnaverndartænastuni á, at skúladagurin er tann best skipaði parturin av degnum hjá hesum børnum. Tað ger støðuna verri hjá teimum, at skúlavikan verður stutt við tveimum tímum, verður sagt í hoyringarskrivinum. Felagið heldur at ætlanin er at spara pengar, og sigur seg ikki síggja nakra trygd fyri, at leysgivnu tímarnir verða nýttir í fólkaskúlanum. Mentamálaráðið hevur seinnu árini verið illa spert fíggjarliga, og okkurt árið hevur fígging ikki verið til tær lønarhækkingar, sum lærarar hava vunnið. Tí er ikki ógrundað at hugsa, at tann ovurhonds sparing, sum tað er, at lækka vikutímatalið við tveimum tímum í øllum flokkum, í størri mun er grundað á ynski um at fáa fíggjarkarmin at passa, heldur enn námsfrøðiligar metingar, sigur Lærarafelagið í sínum hoyringarskrivi. Hevur ein systur, sum flytir heim við allari familjuni, loyvi til at kroysta beigja sín út úr heiminum hjá foreldrunum Tað heldur panelið, sum í morgun var mannað við Ásu Andreasen, Maluni Eyðunsdóttir og Janusi Poulsen, ikki. Tey halda, at systurin má góðtaka, at beiggin býr heima. Og klárar hon ikki tað, má hon finna sær okkurt annað at búgva í. Eisini skuldi panelið í morgun taka støðu til ein granna, sum kyndir upp og á tann hátt órógvar grannarnar, sum ikki tola roykin so væl. Hoyr alla Also sendingina frá í morgun her. Hvønn leiklut hevur løgreglan, tá tað snýr seg um tilbúgving. Tí greiður Jógvan Páll Joensen, tilbúgvingarleiðari hjá løgregluni, frá í hesum innslagnum. Hann leggur stórant dent á, at fólk mugu kunna seg um veðrið og veðurlíkindini áðrenn tey til dømis fara í hagan. Lurta eftir øllum innslagnum her. Í so máta eru vit ógvuliga væl fyri, sigur Hans Erik Gunnleygsson Jakobsen, tyrluskipari og flogovasti á tyrludeildini hjá Atlantic Airways, tí vit hava best útgjørdu tyrlur í Norðurhøvum. Føroyingar hava altíð brúkt náttúruna nógv. Um ikki so nógv til at ganga í fyrr, so tí vit fingu tað, sum vit skulu liva av úr henni. Tá er neyðugt við góðari tilbúgvingarskipan, men hvussu er okkara tilbúgving skrúvað saman. Tann spurningurin verður svaraður í hesari sendingini. Tosað verður við Andras Marr Poulsen, samskipara av tilbúgvingini hjá Fiskimálaráðnum, Regin Jespersen, formann í Vága Bjargingarfelag og í Landsfelagnum fyri bjargingarfeløg, Edvard Bjarnason, deildarleiðara á MRCC Tórshavn, Hans Erik Gunnleygsson Jakobsen, tyrluskipara og leiðara á tyrludeildini hjá Atlantic Airways, Jógvan Páll Joensen, tilbúgvingarleiðara hjá løgregluni í Føroyum og Hans Mikkelsen og Gundur Mortensen, fjallabjargarar. Edith Dahl Jakobsen er kaffigestur og eisini er Also á skránni. Sissal Kampmann og Sveinur Tróndarson gjørdu sendingina. Lurta eftir allari sendingini her. Nógv varð gjørt burtur úr, tá fjøllistamaðurin Archibal Black í gjárkvøldið varð heiðraður við Listavirðisløn Nólsoyar Páls hjá Klaksvíkar býráð. Hetta var fimta árið, at Klaksvíkar býráð í samstarvi við vinnulívið í økinum lat listavirðislønin, sum er 75.000 krónur, til eitt lokalt listafólk, sum á ein hvønn hátt skarðar framúr. Talan var veruliga um eitt upplagt val, helt Jógvan Skorheim, borgarstjórin, tí Archibal Black í løtuni er í holt við at byggja garðin hjá Nólsoyar Páll, Biskupstøgarðin, uppaftur. Stella Polaris er stór tónleikakapping, sum verður hildin á hvørjum árið. Annaðhvørt ár fyri klassiskar tónleikarar og annaðhvørt ár fyri rútmiskar tónleikarar. Tó noyddist politiið í tveimum førum at taka menn upp, so vóru avdottnir. Í tí eina førinum komu løgreglufólkini fram á mannin av sínum eintingum, meðan í hinum førinum vóru tey uppringd av fólki, sum vóru komin fram á viðkomandi. The Financial Times skrivar, at Føroyar hava eina sera stórsligna og sera Instagram vinarliga náttúru, áhugavert djóralív, vakrar bygdir og eina frambrúsandi matstovumentan. Hetta hevur viðført, at alsamt fleiri ferðafólk vitja Føroyar fyri at fáa eitt stimbrandi, ektað og avslappandi ferðaupplivilsi, skrivar The Financial Times. Tá freistin at bjóða seg fram sum nevndarlim í Starsmannafelagnum var úti á midnátt fríggjakvøldið, høvdu fimm boðað frá, at tey stilla upp til teir báðar nevndarsessirnar, sum standa fyri vali. Tey fimm valevnini, sum bjóða seg fram, eru í bókstavarøð Hilmar Augustinussen, Gjaldstovan Jóngerð Simonsen, Akstovan Noomi Káradóttir Rasmussen, Sunda kommuna Rúni Lisberg, Strandfaraskip Landsins Svend Erik Saxov, Landssjúkrahúsið Hilmar Augustinussen og Jóngerð Simonsen sita í dag í nevndini hjá Starvsmannafelagnum. Eins og tvær tær undanfarnu ferðinar skipar Starvsmannafelagið aftur hesaferð fyri talgildum undanvali til nevndarvalið. Hetta er eitt høvi hjá limum felagsins, ið ikki koma á aðalfundin, at greiða atkvøðu. Nýggjur hangarur skal byggjast á flogvøllinum, tí gamli hangarurin er vorðin ov lítil til nýggju flogførini hjá Atlantic Airways. Tað váttar Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways. Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways sigur við Kringvarpið, at gamli hangarurin verður tikin niður fyri at geva pláss fyri tí nýggja. Atlantic Airways eigur verandi hangar, og væntandi fer Atlantic Airways eisini sjálvt at standa fyri at byggja og eiga nýggja hangarin. Men hóast tað fyri flestu okkara tykist óvanliga kalt, so var sambært veðurkøna Hanusi Kjølbro væl kaldari í januar 1918. Tá finna vit nevniliga kuldametið í Føroyum. Lægsti temperaturur nakrantíð mátaður í Føroyum er í januar 1918, tá tað vóru 13,5 kuldastig. Sum heild var tann mánaðurin óvanliga kaldur, tí miðalhitin fyri allan mánaðin var 1,2 kuldastig, sigur Hanus Kjølbro. Sambært donsku veðurstovuni DMI, so verður lýggjari veður næstu vikuna, tí hitin fer at liggja millum frostmarkið og upp í 7 hitastig. Ráðstevnan er ætlað øllum barna og ungomsvenjarum, uttan mun til royndir ella útbúgving. Einasta kravið er áhugi fyri barna og ungdómsvenjing. Endamálið er at geva luttakarunum íblástur til komandi kappingarár, umframt høvi at hittast og minna hvønn annan á týdningin av arbeiðnum við barna og ungdómsvenjingum. Eins og í fjør, fær ráðstevnan aftur í ár útlendska vitjan. Hesaferð verður tað Antoni Ordinas, sum er akademistjóri í Lillestrøm, ið kemur at luttaka við fyrilestrum og praktiskum venjingum. Peder hevur hesa seinastu dagarnar verið í Runavík og vant við Betri hópinum hjá NSÍ, og hann var partur av venjingardystinum ímillum NSÍ og ÍF leygardagin. Hann spældi við í venjingardystinum ímillum NSÍ og ÍF leygardagin. Peder spældi væl mitt á miðjuni, og tað eydnaðist honum at sannføra NSÍ um, at tey skuldu skriva sáttmála við hann. Peder Nersveen er 26 ára gamal, og spældi seinasta kappingarár fyri HamKam í Noregi, sum fyri stuttum skrivaði undir sáttmála við Odmar Færø. Jeff Porcaro var deyður og eins í samband við fyrra albumið í nítiárunum, Kingdom of Desire í 93, hevði bólkurin ikki ein leysan forsangara og tí sang Luke tað mesta. Joseph Williams hevði sungið fyri á tveimum teimum seinastu útgávunum í áttatiárunum. Plátubarrin 02.02.2019. Tað er ábyrgdin hjá avvarðandi landsstýrisfólki og í síðsta enda hjá løgmanni at tryggja, at hetta verður fingið í rættlag beinanvegin. Fíggjarnevndin hjá løgtinginum er samd um roknskapin hjá landinum fyri 2017 og tekur undir við løgtingsgrannskoðarunum, sum løgdu roknskapin fyri tingið 2.november. Tó eru týðandi brek, tá talan er um at halda játtanarreglurnar, og vantandi avgerðir hjá landsstýrismanninum í samferðslumálum í sambandi við, at Landsverk skuldarbindur landið. Umhvørvisstovan hevur bókað útreiðslur á tiltakið ferð á grøna orku, uttan at vøra ella tænasta er fingin afturfyri í fíggjarárinum. Meirilutin í Fíggjarnevndini mælir tí frá at samtykja lógaruppskotið hjá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, um varskógvaraskipan. Meirilutin, Bárður Nielsen, Jacob Vestergaard, Bill Justinussen og Kristin Michelsen, sigur, at millum annað álitisfólkaskipaninin ger, at almenn starvsfólk hava longu bæði rætt og skyldu at boða frá óreglusemi. Aðrir møguleikar eru eisini, so sum Løgtingsins umboðsmaður, Landsgrannskoðanin, fakfeløgini, miðlarnir og talufrælsið, sigur meirilutin í Fíggjarnevndini. Minnilutin, samgongufólkini Ruth Vang, Pauli Trond Petersen og Helena Dam á Neystabø, tekur undir við uppskotinum, men mælir til, at varskógvaraskipanin skal endurskoðast um tvey ár. Fyrst í desember bað hon Fíggjarnevndina leggja afturat, at varskógvaraskipanin skal eisini vera fyri tey, sum arbeiða hjá kommununum og kommunalum virkjum og stovnum. Hon mælir til, at tey tvey árini verða brúkt til at tryggja, at varskógvaraskipanin eisini verður galdandi fyri kommunurnar og fyri almennu partafeløgini. Í Snipp snapp eru teknifilmar, ið eru ætlaðir smáum børnum. Snipp snapp er hvørt mikukvøld og verður endursent hósdag og um vikuskiftið. Vøggusangur, babysvimjing og onnur stimbran er góð fyri menningina hjá børnunum, men vit hava sæð ein sakn, ella ein tørv á, at foreldur í barsil, eisini kunnu stimbrast uttan fyri babybobluna, siga tær báðar, sum skipa fyri hesum barsilsfyrilestrum, Bjørk Lind og Turid Teitsdóttir. Ætlanin er at skipa fyri einum fyrilestri um mánaðin. Fyrsti fyrilesturin verður mánadagin 11. februar í Norðurstovu í Norðurlandahúsinum og tað er CeCe, sum hevur fyrsta fyrilesturin. Tá ung eru tilvitað um síni egnu mørk og mørkini hjá øðrum, duga tey betur at siga frá og skapa felagsskapir, har persónlig mørk verða vird. Tað eru Apotekið, Amnesty, Fólkaheilsuráðið, Føroya Politi, Gigni og Sig frá , sum standa fyri tiltakinum, og í morgunsendingini í morgun vóru Elin Winther Poulsen frá Sig frá og Hildigunn Thomsen frá Fólkaheilsuráðnum og greiddu frá tiltakinum. Tær vístu á, at tað er av alstórum týdningi fyri trivnaðin hjá teimum ungu, at tey skilja týdningin av mørkum, og tora at gera vart við síni egnu mørk. Tilvitan um mørk hevur týdning fyri at viðurkenna mørk hjá øðrum og kenna avleiðingarnar, um tey ikki virða hesi mørk. Persson og Dahl framføra til tiltakið, og høvi verður at fáa eitt prát við fyriskipararnar. Eisini ber til at luttaka í spurnakapping, fáa ymiskt tilfar, prøvar og annað, ið er aktuelt fyri átakið MERK MØRK , kynslív og kropp yvirhøvur. Magni Laksáfoss, sum hevur uttanflokka, síðani hann fór úr Sambandsflokkinum 31.mars í fjør, sigur, at hann fer skjótt at taka støðu til, hvønn flokk hann fer í. Thyra Frank, danskur ráðharri í eldramálum, vitjar Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum. Danski ráðharrin vil fegin kunna seg um føroyskan eldrapolitikk. Thyra Frank fer at vitja Kommunufelagið og nakrar kommunur, Klaksvíkar kommunu, Eysturkommunu, Tórshavnar kommunu, Vága kommunu og Sørvágs kommunu. Hon fer at síggja stovnar til eldri fólk og fær at vita, hvussu kommunurnar skipa sín eldrapolitikk. Thyra Frank kemur til Føroya í morgin og fer aftur til Danmarkar hósdagin. Í 2018 vórðu innflutt 3.287 akfør, 2.982 nýggj og 305 gomul. 1.februar í ár vóru skrásett 37.333 akfør í Føroyum, skrivar Akstovan. Áhugavert er, at í útoyggjum, sum ikki hava vegasamband við aðrar oyggjar, eru skrásett ikki so fá akfør. Í Fugloynni er 24 akfør, teirra millum eru 13 persónbilar. Í Svínoynni eru 15 akfør, í Hesti eru 10, í Mykinesi fýra, í Nólsoynni eru skrásett 89 akfør, sjey í Skúgvoynnni og í Kalsoynni eru skrásett 42 akfør, vísa tølini hjá Akstovuni. Vit eiga at fyrireika fólk til veðrið næstu dagarnar, so betur liggur fyri at fara á flot ella í fjøllini til dømis, sigur DMI. Á heimasíðuni hjá Landsverki eru eisini veðurstøðir. Tær eru 26 í tali. Jógvan Isaksen 1949 er bókmentafrøðingur og starvast sum lærari við lærda háskúlan í Keypmannahavn í føroyskum bókmentum og málfrøði. Flestu okkara kenna hann tó helst sum krimihøvund, og hann hevur ikki skrivað færri enn 17 brotsskaldsøgur herav eru tríggjar til børn. Eisini hevur hann skrivað bókmentafrøðilig verk, og hálvtrýssinstjúgunda verk hansara hevur júst sæð dagsins ljós, Ars Moriendi kynstrið at doyggja. Eitt verk um yrkingasavnið, Gudahøvd eftir Jóanes Nielsen frá 2017. Hjálparfólkini eru ikki kravd at verða partur av somu eftirlønaravtalu sum Pedagogfelagið, hóast tey framvegis arbeiða eftir sáttmálanum millum Pedagogfelagið og almennu arbeiðsgevararnar. Annita á Fríðrisksmørk, forkvinna í tingbólkinum hjá Tjóðveldi, sigur við in.fo, at tingbólkurin skal á fund um málið í morgin, har tey skulu taka støðu til, um Sonja Jógvansdóttir kann gerast partur av tingbólkinum hjá Tjóðveldi í hesum valskeiðnum. Hjálparfólkafelagið hevur gjørt serliga avtalu um eftirløn við Betri heldur enn LÍV, og tað øtast Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum, um. 24 ára gamli trompetspælarin, Ernst Dánjalsson Remmel, vann ársins Stella Polaris kapping, sum varð hildin í Norðurlandahúsinum um vikuskiftið. Við fyrstu virðislønini fylgdu eisini 20.000 krónur. Leitisstein og Anderssen borðreiða við góðum tónleiki. Lena teg aftur á og njót hendan universalan tónleik, tí meðan Lena velur tónleik, sum hon lurtar eftir, so velur Uni tónleik hjá Lenu. Føroysku lógirnar um smápartafeløg og partafeløg verja ikki nóg væl móti skattaundandrátti, hvítvaski og fígging av yvirgangi. Og tað hava millumtjóða felagsskapir varnast. Føroyar eru partur av altjóða samstarvinum Financial Action Task Force, FATF, sum hevur til endamál at stríðast móti hvítvasking og fígging av yvirgangi. Í frágreiðingini fyri 2017 varð viðmerkt, at Føroyar og Grønland hava avmarkaða lóggávu og skipanir til at fyribyrgja hvítvaski og fígging av yvirgangi. Í føroysku lóggávuni eru ongar reglur um veruligar eigarar, og fyri at fylgja FATF tilmælunum og fyri at fyribyrgja hvítvaski og fígging av yvirgangi er tørvur á at seta reglur í vinnufelagalógirnar um veruligar eigarar, sigur Vinnumálaráðið. Á vitjanini hava katalonski ráðharrin og embætisfólk hansara fingið innlit í talgilding hjá Føroya gjaldstovu, Føroya Tele og hjá Fjarskiftiseftirlitinum. Tey hava eisini vitjað løgtingið, SEV, Eysturoyartunnilin og Sjóvinnuhúsið, har tey hoyrdu um Vinnuhúsið, KT felagið og Hugskotið. Fíggjarmálaráðið sigur, at ráðharra og arbeiðsvitjanin úr Katalonia kom í lag, tá Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, í november í fjør hitti katalonska starvsbróðurin á eini arbeiðsvitjan í Barcelona. Sambært lógarbroytingini kann landsstýrisfólkið áseta reglur um koyri og hvílutíðir og kann gera av, at reglur um koyri og hvílutíðir, sum danski ferðslumálaráðharrin ásetur, heilt ella partvíst skulu galda í Føroyum. Samferðslumálaráðið sigur, at Føroyar eru farnar frá at vera eitt samfelag, har neyðugt var at sigla millum flestu oyggjar, til at verða eitt samfelag, sum er knýtt saman í einum vegakervi við undirsjóvartunlum. Feløgini í Vinnuhúsinum siga, at í Danmark og Evropa annars eru reglurnar grundaðar á langteina koyring, har koyrt verður upp í fleiri samdøgur. Oddbjørn Joensen, Símum Samuelsen, Jákup sá og Leivur Frederiksen, ítróttarredaktørur í KVF, lýsa støðuna í PL og eisini verður práta um fyrireikingarnar hjá føroysku liðunum til komandi kapping Tær ger Námsvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum. Eftir ætlan verða úrslitini løgd fram um mánaðarskiftið apríl mai, skrivar Skúlablaðið. Í fylgibólkinum eru umboð fyri Nám, Sernám, Undirvísingarstýrið, Mentamálaráðið, Heim og skúla, Skúlaleiðarafelagið, AKT lærararfelagið, Lærararafelagið og Kommunufelagið. Tá vórðu onkrar broytingar og tillagingar gjørdar í lógini. Men framvegis eru ásetingar og viðurskifti í lógini, sum stava frá 1955. Endamálið við hesum lógaruppskotinum er at gera neyðugar tillagingar og dagføringar í lógini um Realin, soleiðis at ásetingarnar um stovnin koma at vera í betri samljóði við samtíðina, sigur Fíggjarmálaráðið. Nógv verður gjørt burturúr, men tá tað kemur til siðvenjurnar, so eru tær rættiliga nógv tengdar at, hvar í landinum tú ert staddur, sigur Dávid Fossdalsá, sum saman við Jóhonnu Magnusardóttir hevur lisið og arbeitt í Kina síðani 2013. Eitt, sum er annarleiðis við kinesiska nýggjárinum í mun til nýggjár í Føroyum, er, at tað er bannað at brúka fýrverk. Og tí sær mann bara nakrar fáar rakettir til kinesiska nýggjárið, sigur Jóhanna Magnusardóttir. Nei, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, sum eigur lógaruppskotið. Eitt fólk hjá Landsgrannskoðanini skal umsita skipanina, sigur hon. Møguleikarnir at boða frá óreglusemi hjá tí almenna eru Løgtingsins umboðsmaður, Landsgrannskoðanin, fakfeløgini, miðlarnir og talufrælsið, sigur meirilutin í Fíggjarnevndini. Meirilutin heldur tí ikki, at neyðugt er við enn eini almennari umsiting afturat. Luttakarar Emma Annika Thomsen, Oddvør Brøðraberg, Bárður Nielsen, Kristina Háfoss, Jóhanna Magnussardóttir, Dávid Fossdalsá og Amaila Danielsen. Møguleikarnir at boða frá óreglusemi hjá tí almenna eru Løgtingsins umboðsmaður, Landsgrannskoðanin, fakfeløgini, miðlarnir og talufrælsið, sigur meirilutin í Fíggjarnevndini. Jodel hevur elvt til, at rektarin á Glasi meldaði eini boð til løgregluna. Men hvat er hetta fyri ein app, og hví eru so nógvir ungdómar áhugaðir í henni Tað fara kjakararnir Adam Holm og Eva Selsing at kjakast um. Í hesum partinum vitja tey ein swingaraklubba og kjakast um ótrúskap. Merkir frísinni, at tað kynsliga er púra frítt til persónliga tulking Ella eru orðini í Bíbliuni um, at hjúnalagið er friðhalgað, æviga galdandi sannleikin Heilaserfrøðingurin og sjónvarpsmaðurin Peter Lund Madsen vitjar Annu Sofíu og roynir at fáa greiðu á, hví hon ikki fær sovið, og hvat ber til at gera við tað. Í røðini hittir hann danskarar, sum hava verið undir ov stórum trýsti. Boðskapurin er greiður Minnist til at geva heilanum hvíld av og á. Í dag hoyra vit 2.part av bókini Nella Nefs og náttarskúlin. Unni Lindell hevur skrivað og Jákup Sørensen týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærafelags gav út í 2012. Elin á Rógvi lesur og Alexander Gaard er tøkningur. 19 ára gamli sangarin Maximillian er eitt av teimum stóru stjørnuskotunum innan tónleikin og kann vænta sær eina spennandi karrieru, men hjá Maximillian snýr tað seg ikki einans um karrieru, men eisini at savna familjuna Sámar eru upprunafólk, sum søguliga eru búsitandi í Noreg, Svøríki, Finnlandi og í Russlandi. Og nú sámiskur tjóðardagur er 6. februar, viðgera og umrøða vit ymisk sámisk viðurskifti komandi sløku tveir tímarnar. Fyrst skifta vit orð um eitt nú sámiska fólkið, sámiska søgu, sámiska landafrøði, og sámiska málið ella sámisku málini, tá Hans Holm, landafrøðingur, kemur á gátt. Hvussu er at búgva millum sámar og hvussu upplivur tú eina reindýraferð Hesar og aðrar spurningar umrøða vit saman við Hjørdis Heindriksdóttir, sum fleiri ferðir hevur vitjað sámisk samfeløg. Else Grete Broderstad er sámi og professari í sámiskari mentan við Universitetið í Tromsø, ið millum annað hevur ein depil fyri sámisk viðurskifti. Vit spyrja eitt nú sámiska professaran hvat eyðkennir ein sáma, og hvørji rættindini, tú sum sámi hevur í dag. Tónleikur og serliga joikur hevur stóran týdning í sámiskari mentan. Og saman við Kristiani Blak, tónleikara og sangskrivara, lýsa vit sámiskan tónleik í orðum og tónum. FN hevur viðurkent sámar sum upprunafólkaslag, og gevur hetta sámum rætt at varðveita og menna teirra handverk, mál, útbúgving, reindýrahald, siðvenjur og samleika. Men rættindini hjá sámum hava ikki altíð verið góð. Í 100 ár, frá umleið 1850, var almenni norski politikkurin, at sámarnir skuldu assimilerast í norska samfelagið. Tað vil siga, at teir skuldu gerast líka sum norðmenn. Hesin politikkur verður nevndur fornorskningspolitikken , og hevði millum annað við sær, at sámiskt mál varð forboðið í skúlanum heilt til 1950 og 60 árini. Men hesin politikkur varð avtikin í 1950 unum, og síðani eru rættindini hjá sámum bøtt munandi. Í 1956 var eitt sáma ráð sett á stovn, og síðani hevur verið arbeitt fyri at varðveita og menna sámiska mentan og mál. Í 1989 varð Sámatingið stovnað í Norra, sum skal styrkja politiska leiklutin hjá sámum og tryggja sámum rættvísa viðferð. Í dag eru bæði rættindini hjá sámum, og sjálvsfatanin hjá sámum góð. Tað sigur Else Grete Broderstad, professari í sámiskum viðurskiftum á Universitetinum í Tromsø. Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna, sum fekk 1.021 atkvøður við seinasta løgtingsval, sleppur ikki upp í tingbólkin hjá Tjóðveldi, hóast hon nú hevur limað seg inn í Tjóðveldi. Rættast er, at tey, ið eru vald fyri flokkin, eru partur av tingbólkinum, staðfestir forkvinnan, sum tó ikki vil seta seg móti, at Sonja Jógvansdóttir sleppur at stilla upp fyri Tjóðveldi við næsta løgtingsval. Í Eysturkommunu eru tey farin at hugsa um at gera havna og vinnuøkið á Skálafjørðinum. Borgarstjórin, Jóhan Christiansen, sigur, at í løtuni verður kannað, hvussu stórur áhugin er fyri verkætlanini, og hvat vinnuvirksemi kann væntast. Hiddenfjord gongur undan við nýmótans smoltstøð fyri meira enn hálva milliard krónur. Smoltstøðin framleiðir smolt, ið eru fimm ferðir so stór sum í 2003 og heili fimtan ferðir so stór sum í 80 unum Avgjørt varð eisini at skriva álit um uppskotið hjá Fólkaflokkinum til samtyktar um at javnseta almenna og privata bústaðarbygging og um uppskot Fólkafloksins um skattalætta fyri heimavirki. Flokkurin skjýtur eisini upp, at heimavirki sleppur undan meirvirðisgjaldinum. Uttanríkisráðið hevur sent til hoyringar uppskot til samtyktar um, at løgtingið góðkennir, at landsstýrið setur í gildi fyri Føroyar sáttmálan um fríhandil millum Føroyar og Stórabretland. Sáttmálin skal koma í gildi, tá Bretland fer úr ES, sama um Bretland fer úr samveldinum við eini avtalu ella ikki, sigur Uttanríkis og vinnumálaráðið. Meira enn sjeytúsund fólk fleiri gisti á føroysku gistingarhúsunum í fjør í mun til árið fyri. Tað vóru 151.717 skrásettar gistinætur í gistingarhúsum í 2018. Tað eru 7.243 ella 5 fleiri enn í 2017, skrivar Hagstovan á heimasíðuni. 31 av gistingunum vóru hjá ferðafólki úr Danmark, 21 úr Føroyum, 20 úr øðrum Norðurlondum, onnur 20 úr øðrum londum í Evropa, og tey síðstu 8 vóru hjá fólki úr londum uttan fyri Evropa. Í ár hendi eisini ein merkisverd broyting í samansetingini av gestunum, har talið av teimum við starvsferðarørindum vaks við 52 , meðan tey, sum gistu við frítíðarendamáli, vóru 18 færri. Síðani 2008 hevur Marita Rasmussen starvast sum stjóri í Vinnuhúsinum. Morgunsendingin hevur fingið prát við hana, um hvørjar avbjóðingar standast av starvinum sum stjóri í Vinnuhúsinum, hvør lykilin til semju er og hvussu vit í Føroyum í størri mun kunnu fáa kvinnur at mynda føroyskt vinnulív. Tað er eingin loyna, at tað í stóran mun hava verið menn, sum hava myndað vinnulívið í Føroyum. Men Marita Rasmussen sigur, at hon als ongan trupulleika hevur við at vera kvinna í eini mannfólkaverð. Tó vísir hon á, at kvinnur eiga at halda seg meira framat, soleiðis at vit kunnu fáa enn fleiri góð fólk í føroyska vinnulívið. Sum stjóri í Vinnuhúsinum hevur tú ábyrgd av lønarsáttmálunum á privata arbeiðsmarknaðinum. Hon sigur, at lykilin til at fáa semju er at hava virðing fyri hvørjum øðrum vit skulu ikki altíð vera samd, men umráðandi er, at vit hava virðing, sigur hon. Umframt at vera ein góður studentarskúli, hevur United World College Red Cross Nordic, í Dale í Noregi, givið mær serligt innlit í meg sjálva, og eisini havi eg fingið vinir fyri lívið, sigur Beinta Brynhildardóttir, sum hevur gingið á skúlanum í hálvtannað ár og verður liðug nú í summar. Enn eru øll viðurskifti ikki avgreidd, og tí er ógreitt, nær nýtt landsstýrisfólk verður valt, verður sagt av løgmansskrivstovuni í dag. Rigmor Dam fór frá sum landsstýriskvinna 21.januar eftir rokið um eykaroknginar í samband við byggingina av Skúladeplinum í Marknagili. Í lógaruppskotinum hjá Mentamálaráðnum, sum er í Mentanarnevndini, stendur, at upptøkukravið er níggjundi flokkur og viðkomandi útbúgvingar og arbeiðsroyndir í minsta lagi í tvey ár. Hetta eigur at verða broytt til eitt ár eftir níggjunda flokk, sigur Rigmor Dam í brævi til Mentanarnevndina 21.januar, sama dagin, hon fór frá sum landsstýriskvinna. Uppskotið um hesa broyting kemst av, at í hoyringarsvarum um lógaruppskotið verður viðmerkt, at upptøkukravið er ov stórt samanborið við aðrar yrkisútbúgvingar. Nú hava aðalráðini í landsstýrinum onga umbering longur fyri ikki at gera ordiligar lógir. Lógartænastan á Løgmansskrivstovuni hevur dagført rundskrivið um lógarsmíð. Har verður greitt frá, hvussu lógaruppskot og broytingaruppskot skulu orðast og setast upp. Eisini fæst innlit í, hvørji krøv verða sett til innihaldið í viðmerkingum um hesi uppskot. Endamálið við rundskrivinum er at lætta um lóggávuarbeiðið hjá stjórnarráðunum og stovnum undir landinum. Vit hava tí sett rundskrivið upp soleiðis, at tað eisini kann nýtast sum eitt uppslagsverk. Í rundskrivinum verður greitt í stuttum frá, hvørji løgfrøðilig atlit skulu havast í huga, og hvussu uppskotini skulu setast upp tøkniliga. Fleiri dømi í hesum rundskrivinum eru funnin í galdandi rættarreglum. Men tey eru eisini lagað til, so tey í størstan mun samsvara við tøkniligu ásetingarnar, sum verða settar í hesum rundskrivinum, sigur Nella Festirstein, deildarstjóri á Lógartænastuni. Hvat smakkar søtast ein grønur ella reyður drykkur Vit kanna, hvussu litir, formar og væntanir ávirka smakkin í matinum, vit eta. Heilin verður nevniliga lumpaður. Adam Aamann er farin til listasavnið Trapholt í Kolding. Her fær hann vitjan av einum sniðgeva, sum veit nógv um litir. Saman gera tey eina litríka salat og eina øðrvísi súpan. Tað ber altíð til at ynskja sær meira, men eg eri sannførdur um, at vit hava eina góða tilbúgving her á landi. Tað sigur Edvard Bjarnason, deildarleiðari á MRCC Tórshavn, um føroysku tilbúgvingina. Sissal Kampmann og Sveinur Tróndarson gjørdu samrøðu við Edvard Bjarnason í sendingini Leygardagur 2. februar. Hoyr alla samrøðuna her. Løgtingið hevur við aðru viðgerð samtykt uppskotið hjá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, um varskógvaraskipan fyri almenn starvsfólk. Løgtingið samtykti eitt broytingaruppskot frá samgonguumboðunum í fíggjarnevndini, um at landsstýrisfólkið um tvey ár skal leggja álit fyri tingið, hvussu lógin virkar eftir ætlan, og um broytingar skulu gerast. Helena Dam á Neystabø segði í eini viðmerking í álitinum frá fíggjarnevndini, at varskógvaraskipanin skal eisini fevna um kommunur og almenn partafelag. Andstøðuumboðini í fíggjarnevndini søgdu, at neyðugt er ikki við einari almennari umsiting aftrat, og tey mæltu frá at samtykkja uppskotið. Tær eftirlitsskipanir, sum eru, saman við talufrælsinum, fevna um alt tað, sum ein møgulig varskógvaraskipan eisini fer at fevna um. Pávin upplýsti, at Maduro hevur sent sær eitt diplomatiskt bræv. Pávin segði, at hann hevði ikki nærlisið brævið, men at hann er fúsur at veita eina hjálpandi hond. Pávin sigur samstundis, at skal hann royna seg um semingsmann, er neyðugt, at Juan Guaido, ið hevur tilnevnt seg sjálvan forseta í Venesuela, eisini hevur áhuga fyri eini semju. Partarnir eru noyddir til at nærkast hvør øðrum, skal møguleiki verða fyri samskifti, segði pávin við tíðindafólkini á heimferðini úr Sameindu arabisku emiratunum. Donald Trump, forseti, upplýsti í røðu síni fyri kongressini í nátt, at hann fer at hitta norðurkoreanska leiðaran, Kim Jong un, í Vjetnam seinast í hesum mánaðinum. Einki verður sagt um, hvar í Vjetnam teir báðir leiðararnir fara at hava toppfund, men eygleiðarar siga, at tað er neyvan at tilvild, at fundurin verður í Vjetnam. Philip Kokhar, tíðindamaður hjá danska kringvarpinum í Asia, sigur, at tað er helst Norðurkorea, sum hevur strongt á, at fundurin verður í Vjetnam. Landið er kommunistiskt, men Vjetnam hevur havt kapitalistiskan marknaðarbúskap í áratíggju. Men norðurkoreanararnir kunnu vísa á, at landið er kommunistiskt, sigur Philip Khokhar. Seinastu dagarnar hevur eisini ljóðað, at kinesiski forstein, Xi Jinping, verður staddur í Vjetnam, tá Trump og Kim hava toppfund. At Xi Jinping eisini verður staddur í Vjetnam, kann fáa týdning fyri samráðingarnar við Norðurkorea, sigur tíðindamaðurin hjá danska kringvarpinum í Asia. Á fimta sinni hevur veðurlagsverkfall verið uttan fyri løgtingshúsini í Havn, har FNU, átakið Ringrás, Reyði Krossur Føroya og trý politisk ungmannafeløg krevja, at stig verða tikin fyri at tálma vaksandi útlátinum av vakstrarhúsgassum, sum elva til støðugt meira oyðileggjandi veðurlagsbroytingar. Innanfyri eru teir sjey politisku flokkarnir so smátt farnir undir sítt valstríð, og allir siga seg vilja ganga ta grønu kósina, men teir vilja samstundis sleppa at leita, finna, bora og selja føroyska olju. Hvussu hongur tað saman Luttakarar Elsa Berg, átakið Ringrás Martin á Fløðhamri, Føroya Náttúru og Umhvørvisfelag Jóannes Eidesgaard, Reyði Krossur Føroya Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður og tinglimur fyri Tjóðveldi Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum Kristianna Winther Poulsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýri Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum Poul Michelsen, formaður fyri Framsókn og landsstýrismaður í oljumálum Sunnudagin lat Hansina Iversen, sum fyrsta kvinnan, upp listaframsýning í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík. Vit hava verið á gátt. Stroymingartænastan Netflix fevnir um fleiri og fleiri nýggjar framleiðslur, tá talan er um sendirøðir og filmar, og eitt hitt nýggjasta skotið er filmurin Velvet Buzzsaw. Vit skifta orð við Birgir Kruse um nýggja filmin. The Cod Hunters er bók eftir John Goodlad, ið áður hevur verið stjóri í hetlendska fiskimannafelagnum. Eyðun Waagstein fer at ummæla nýggju bókina, sum snýr seg um hetlendska fiskiskapin í føroyskum og íslendskum sjógvi seinrapartin í 19. øld. Føroyski sjónleikurin Veitslan, ið er bygdur á filmin Festen, hevur fingið sera góða móttøku. Og nú er leikurin kosin at vera Ársins serliga sýning í 2018. Vit fara at fregnast hjá leikstjóranum Maritu Dalsgaard. Føroyskur sjónleikur varð eisini virðisløntur leygarkvøldið, tá Meginfelag Áhugaleikara Føroya lat virðislønir fyri eitt nú pall, búnar og leiklistarlig avrik á palli. Forkvinnan í MáF, Noomi Reinert, vitjar í Nón. Fyri góðari viku síðani andaðist danski rithøvundurin og journalisturin Jane Aamund, 82 ára gomul. Vit hava vitjað ein av hennara trúgvu lesarum, nevniliga Beggu Ellingsgaard í Klaksvík. Harumframt fara vit eisini at nema við eitt nú sámiskar bókmentir og arkitektur, nú sámiskur tjóðardagur er í dag. LGBT fólk og hinskynd annars, verða also av faldaranum, sum hevur eitt upplag uppá 55.000 tilsamans á donskum, týskum og enskum, rádd frá at hava ov nógv alment kroppsligt samband serliga uttan fyri høvuðsstaðin. Lena Mohr, stjóri á Sansum, sigur, at greinin í faldaranum er frá 2016, og at hasin setningurin átti ikki at staðið í nýggjasta faldaranum. Eiler Fagraklett, nevndarlimur í LGBT Føroyum, váttar, at felagsskapurin eigur orðini, sum standa í faldaranum hjá Sansum, men at vegleiðingin er fleiri ára gomul og ikki longur er tíðarhóskandi. Tí var hon eisini broytt á heimasíðunum hjá LGBT og Visit Faroe Islands. Tað er bara ikki broytt í faldaranum hjá Sansum, sigur Eiler Fagraklett. Dagført Greinin er broytt. Í upprunaligu útgávuni stóð, at LGBT hevði broytt orðingina á heimasíðuni í fjør. Tað var ikki rætt. Orðingin varð broytt 6. februar 2019. Tað er eingin loyna, at Høgni Hoydal er fegin um nýggja lim floksin, Sonju Jógvansdóttir. Formaður floksins mælti eisini tingbólkinum til at lata dyrnar upp fyri uttanflokkatingkvinnuni. Hann virðir tó meiriluta avgerðina um at nokta Sonju Jógvansdóttir pláss í tingbólkinum. Grannskoðararnir vístu á fleiri viðurskifti, sum ikki eru í lagi, millum annað tá ið ræður um at halda játtanarreglurnar, vantandi avgerðir hjá landsstýrismanninum í samferðslumálum í málinum um, at Landsverk skuldarbindur landið í sambandi við Asfaltverkið á Sundi, eins og fyrivarni verður tikið fyri roknskapinum fyri sjúkraviðgerð uttanlands. Fíggjarnevndin, sum viðgjørdi uppskotið frá løgtingsgrannskoðarunum, segði í álitinum, at hetta eru viðurskifti, sum als ikki kunnu góðtakast, og tað er avgerandi fyri fíggjarstýringina hjá landinum at síggja til, at hetta ikki hendir aftur. Tað er ábyrgdin hjá avvarðandi landsstýrismanni og í síðsta enda løgmanni at tryggja, at hetta verður fingið í rættlag beinanvegin, segði fíggjarnevndin. Umboðsmaðurin segði í desember, at Tórshavnar kommuna ikki hevði nakra sakliga grundgeving fyri ikki at seta eitt áður uppsagt starvsfólk, ein heilsurøktara, í fast starv. Hon kundi ikki nokta at seta ein áður uppsagdan heilsurøktara í fast starv við teirri grundgeving, at Tórshavnar kommuna ikki hevði álit á henni. Oljuvinnufelagið heldur fast um, at útgerð, sum verður brúkt til at leita eftir kolvetni, tað er olju og gassi, við Føroyar skal í land í Føroyum. Nøkur oljufeløg halda, at leiting í føroyskum sjógvi kostar meira enn henni nýtist at gera, tí kravt verður, at útgerð skal siglast til Føroya, leggjast upp á land her og síðani verða skipað út til leitingarpallin. Oljufeløgini siga, sambært Oljuvinnufelagnum, at avgreiðslan í Føroyum er skjót, atgongdin til útgerð er løtt og stutt er at sigla til leitingarpallin. Oljuvinnufelagið heldur framvegis, at undantak frá kravinum um føroyskan bryggjukant bara kann gevast, tá tað yvirskipað er fyrimunur hjá føroyskum fyritøkum. Eitt dømi er, sigur Oljuvinnufelagið, at loyvishavari ger avtalu við føroyska fyritøku um at veita tænastur til loyvishavaran, sum varar longri enn leitingin hjá loyvishavaranum í føroyskum øki varar. Oljuvinnufelagið heldur, at myndugleikarnir eiga at krevja, at oljufeløg hava skyldu at geva føroyingum møguleika at bjóða uppá arbeiði. Próvskyldan eigur at liggja á oljufeløgunum, sigur Oljuvinnufelagið. Oljuvinnufelagið harmast um, at skotið verður upp í lógaruppskotinum um fimta útbjóðingarumfar at strika kravið til oljufeløg um at rinda til kolvetnisgransking og førleikamenning í Føroyum. Á býráðsfundinum herfyri samtykti býráðið einmælt, at tekniska deild hjá kommununi ger uppskot um eina loysn á ferðsluviðurskiftunum við Glyvra skúla. Eftir tað ber til at fara undir arbeiðið, í fyrstu atløgu fyri játtanina, 250.000 krónur., sum longu er sett av til endamálið í hesum árinum. Hesa vikuna hevur tiltakið VIKA SEX ferðast til allar yrkis og miðnámsskúlar í Føroyum. Tað er Fólkaheilsuráðið, Apotekið, Amnesty, Føroya Politi, Gigni og Sig frá sum vara av hesum tiltakinum, sum snýr seg um at upplýsa tey ungu um gott og trygt kynslív. Ymsar framløgur og fyrilestrar hava verið kring landið, og í kvøld endar VIKA 6, tá Marin í Dali, sum er lækni, fer at hava ein fyrilestur um, hvaðani ung í Føroyum fáa sína seksualvitan. Hetta hevur hon kannað í sambandi við høvuðsritgerðina í læknaútbúgvingini. Hon var í morgunsendingini í morgun, har hon millum annað greiddi frá, hvaðani tey ungu fáa vitan um kynslív, og hvørjar avleiðingar kunnu koma av, at ung ikki vita nóg mikið um kynslív. Seinastu vikurnar hava vit hoyrt um alskyns virðislønir, ið verða latnar. Men ímillum allar hesar er ein, sum er heldur øðrvísi tað er virðislønin fyri ársins asfaltarbeiði. Fríggjadagur var asfaltsdagur, har ársins besta asfaltsavrik var heirað. Tiltakið var á Hotel Føroyum og 110 fólk luttóku á Asfaltsdegnum. Vinnarin var EM Asfalt í Søldarfirði fyri asfaltarbeiðið av R.C. Effersøesgøtu í Havn. Men hví skulu vit yvirhøvur heirað asfalt, og hvussu metir mann um best asfalteraða veg í Føroyum Morgunsendingin fekk eitt prát við Heðin Poulsen, sum er leiðari á framleiðsludeildini hjá Landsverki, um hví júst hetta asfaltarbeiðið vann virðislønina, um hvussu man asfalterar væl og eisini hví asfalt skal heiðrast. Í fleiri ár hevur Kringvarpið hoyrt fyri, at orðið, kavaslettingur, verður brúkt, tí summir lurtarar kenna ikki orðið. Lurtararnir kenna betur vátasletting. Gellifrost, rutt í svørðin, følv, kavi, skalvur, fonn, stórkavi, skarakavi, vátakavi, kava av møkum, kavin dungar niður, kavarok, jarðrok, klaki. Men tað allarfyrsta er ein spurningur frá einum lurtara, sum vil hava at vita, nær orðið, veri verðið verið, hevur eitt, tvey ella einki ð. 40 føroysk fiskavirki, frostgoymslur, verksmiðju og frystiskip, hava nú loyvi at útflyta vørur til Kina. M.a. Bakkafrost, Næraberg, got, Luna og Varðin Pelagic, sæst á listanum , sum er almannakunngjørdur á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Heilsufrøðiliga Starvsstovan undirskrivar hvørja viku einar 60 70 heilsuváttanir fyri góðkend virki, sum útflyta til Kina. Talan er serliga um feskan laks, sum verður útfluttur til Kina, men seinastu tíðina er eisini frystur makrelur útfluttur til Kina, skrivar Heilsufrøðiliga starvsstovan. Skulu góðkennast Neyðugt er at vera á Kinalistanum, um virki vilja útflyta til Kina. Tað tekur tíð at fáa listan dagførdan og tí er neyðugt, at virki og skip senda umsókn inn sum skjótast. Virki kunnu ikki útflyta til Kina fyrrenn GACC hevu góðkent listan OG hevur almannakunngjørt hann á teirra heimasíðu og á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovu. Nýggjur dagførdur listi verður sendur til Kina í mars. Lassin Isaksen, dómaraleiðari í FSF, sigur, at í løtuni eru umleið 100 menn tøkir at døma dystir, men bara ein kvinna er tøk við floytuni til teir mongu dystirnar. Vit vilja fyrst og fremst hava fleiri fólk at døma, og tølini siga, at áhugin er har millum mannfólk, men at vit hava ov fáar kvinnur, sigur Lassin Isaksen. Vit vilja hava fleiri kvinnur at døma kvinnukappingina, men tá tað er sagt, so er tað als ikki so, at tær ikki eisini kunnu døma menn, og at menn ikki kunnu døma kvinnur, sigur Lassin Isaksen. Lassin Isaksen, dómaraleiðari, viðgongur, at tað møguliga er politiskt ókorrekt at bara at lýsa eftir kvinnum til hetta frítíðarstarvið. Tað er tað møguliga, men tað er heldur ikki so, at vit ikki ynskja fleiri menn at døma. Hetta skal síggjast sum eitt átak fyri at fáa fleiri kvinnur at taka lut í hesum partinum av føroyskum fótbólti. Lýsingin kom út í gjárkvøldi. Enn hevur eingin kvinna gjørt vart við seg, men nakrir menn, sum vilja royna seg í dómarabúnanum, hava vent sær til FSF, hóast lýsingin er vend móti kvinnum. Vit hoyra Johannes Bjørgvin skipa Ormin Langa í Norðstreymoyar Dansifelag. Dalbingar í Stígum Fast kvøða Eingrímssynir, Jens Ludvig Johannesen skipar. Kristian Zachariassen skipar Grindavísuna í Norðstreymoyar Dansifelag. Dansifelagið í Havn fer upp á gólv við Dronning Dagmar, Martin Tórgarð skipar. At enda skipar Steinbjørn Magnussen Sigmundskvæði yngra í Norðstreymoyar Dansifelag. Steinbjørn og Dávur Emil hava dansað nógv saman. Tvøroyrar kommuna hevur brúkt tølini hjá Taks og samanborið skattin hjá øllum sjey kommunum í januar í ár og í januar í fjør. Og úrslitið vísir eina hækking í øllum kommunum. Sumbiar kommuna fekk næstan 44 prosent meira í januar í ár enn í fjør, Hovs kommuna fekk stív 40 prosent, Porkeris fekk yvir 19 prosent meira, Vágs kommuna fekk sløk 19 prosent meira, Tvøroyrar kommuna fekk góð 15 prosent meira, Hvalbiar kommina fekk sløk sjey prosent meira og Fámjins fekk sløk fýra prosent meira í skatti í januar í ár enn í januar í fjør. Sambært Sosialinum mánadagin hava tey, sum selja hús í Føroyum, ongantíð fingið so nógvar fyrispurningar sum nú frá útlendingum, sum vilja keypa hús í Føroyum. Hús eru eisini seld utlendingum. Føroyameistarakappingin í svimjing á langgeil í Vági er nú góðkend av altjóða svimjisamgonguni, FINA, sum úttøkustevna til heimsmeistarakappingina. Svimjing.com skrivar, at FINA hevur váttað fyri Svimjisambandinum, at føroyskir svimjarar kunnu royna eftir HM kravtíðum, tá FM á langgeil verður í Vági í apríl. Hetta er stórt stig fyri føroyska svimjing í altjóða høpi. Har afturat hevur Svimjisambandið nú eisini altjóða góðkendar dómarar og startarar, sum kunnu taka sær av eftirlitinum. FM í Vági verður frá 26. apríl til og við 28. apríl. Heimsmeistarakappingin á langgeil, sum hesaferð verður í Suðurkorea, byrjar 12. juli í ár. Rættarnevndin hjá løgtinginum er nú av álvara farin undir at viðgera lógaruppskotið hjá Sonju Jógvansdóttur um at broyta lógina um fólkayvirlit, so fólk kunnu skifta kyn løgfrøðiliga. Nevndin hevur sent boð eftir felagsskapinum LGBT, eftir einum privati persóni, sum tað stendur á heimasíðuni hjá Rættarnevndin, eftir Amnesty, Tórmóði Stórá, sálarlækna, Suna Poulsen, sálarfrøðingi, og Jógvani Fríðriksson, bispi, fyri at hoyra, hvat tey halda um løgfrøðiligt kynsskifti. Í viðmerkingunum til uppskotið vísir Sonja Jógvansdóttir á, at uppskotið heimilar, at fólk, hvørs lívfrøðiliga kyn er í andsøgn við kynssamleika teirra, við einari umsókn kunnu skifta kyn løgfrøðiliga. Soleiðis lýsir Hallur Hansen hendingina, tá dóttir hansara, Jóhanna, bleiv gift í Etiopia sunnudagin tann 27. januar. Umleið 20 føroyingar høvdu ferðast til Etiopia fyri at vera við til brúdleypið. Her í Føroyum eru vit von við, at borðhaldið er í fleiri tímar, men í Etiopia dansa tey størsta partin av veitsluni. Faktisk er tað soleiðis, at tey, sum sita niðri, eru hildin at vera sera keðilig, heldur Hallur Hansen skemtiliga fyri. Tað brúka tey næstan ikki. Eg hevði so fyrireikað eina talu til dóttrina, og tað hildu tey vera heilt serligt, greiðir Hallur Hansen frá. Ein fortaldi mær har, at tað als ikki er óvanligt at hava brúdleyp fyri eini 1500 gestum, so hetta hildu tey vera eitt lítið brúdleyp, sigur Hallur Hansen. Ein av heimsins størstu filmsfestivalum Berlinale í Berlin í Týsklandi byrjaði í dag. Altjóða festivalurin, sum fyrstu ferð varð hildin í 1951, verður í tíggju dagar frá 7. feburar til 17. februar. Fleiri tíggjutúsind fólk úr øllum heiminum koma til Berlin frá at luttaka í festivalinumn hesar dagarnar, og yvir 400 filmar verða sýndir. Á festivalinum verða fleiri virðislønir latnar, tær mest kendu eru helst Gylta bjørnin og Silvurbjørnin, men festivalurin er eisini týdningarmikil fyri filmsvinnuna, tí bæði etableraði og nýggj filsmfólk kunnu hittast, skapa sambond, og sýna sínar filmar. Føroyar eru eisini umboðaðar á Berlinale við førosykari delegatión. Og nýggja Filmshúsið luttekur fyri fyrst og fremst fyri at seta Føroyar á heimskortið sum filmsland og fyri at draga filmslið hendan vegin at taka upp filmar. Eisini er endamálið at skapa sambond millum føroysk filmsfólk og útlendsk filmsfólk og framleiðslufeløg, og tí hevur Filmshúsið hevur skipað fyri einum átaki á norðurlendsku ambasadunum, har ein rúgva av fólkum úr filmsvinnuni og stórum framleiðslufeløgum eru bjóðað. Filmsverkætlanin Oktober eftir Sakaris Stórá, er ein av 10 verkætlanum av 451 umsøkjarum, sum er vald at luttaka á Berlin script station . Tað er verkstova, har Sakaris saman við 9 øðrum handritshøvundum fáa høvið at menna verkætlanina eina viku. Eftir intensu arbeiðsvikuna við handritsráðgevum og einatímum við virdum serfrøðingum, verður verkætlanin løgd fram fyri altjóða filmsvinnuni á europeiska film marknaðinum EFM . Sakaris Stórá var í 2010 kosin av 3400 umsøkjarum at luttaka í Talent Campus , sum er eitt afturvendandi tiltak í Filmsstevnuni í Berlin. Í 2014 fekk Sakaris stóra virðisløn í Berlin, fyri stuttfilmin Vetrarmorgun , og í ár er Sakaris also aftur í Berlin fyri at luttaka á Berlin script station stevnuni. Fyrireikingarnar til Oktober eru farnar í gongd, fleiri leikarar hava verið til upptøkuroynd, og væntandi verður filmurin tikin upp seinni í ár, og sýndur í 2020. Eisini føroyska sendirøðin TROM er ein av 10 nýggjum sendirøðum, sum er vald út at á samframleiðsluátakinum CoPro Series. Hetta er átak, sum setur sjóneykuna á spennandi nýggjar røðir, og endamálið er at leggja fram spennandi nýggjar røðir fyri útlendskum íleggjarum. Føroyska røðin fellur innan krimisjangruna og hevur føroyskt grindadráp sum søguinngang. Stutta lýsingin, á heimasíðuni hjá FIlmshúsinum, ljóðar soleiðis Tá ið líkið á einum djóraverndarfólki kemur undan kavi í einum blóðugum grindadrápi, vágar miðlamaðurin Hannis Martinsson sítt egna skinn fyri eina stórfingna søgu, ið skelkar avbyrgda oyggjasamfelagið, har ein og hvør brádliga kann koma undir illgruna fyri morð. Torfinnur Jákupsson filmshøvundurin handan TROM, sum tekur íblástur úr bókum Jógvan Isaksens um rannsakandi miðlamannin Hannis Martinsson. Fyrsta sesong fevnir um átta partar á 45 55 minuttir, og fevnir sendirøðin um fleiri sesongir. Kykmyndir við Jón Hammer á odda, ið hevur fleiri ára royndir á danska Zentropa, er við sum føroyskur framleiðari. Somuleiðis er fyrsta samframleiðsluavtala fingin í lag við danska REinvent Studios við Rikke Ennis og Helene Aurø á odda, ið hava fleiri ára leiðararoyndir á sølufelagnum TrustNordisk og søludeild DRs. REinvent stendur í hesum sambandi fyri sølu og fígging úti í heimi. Framleiðslan fer ætlandi í gongd í næsta ár, og skal røðin somuleiðis sýnast í Kringvarpi Føroya. Hann hevur starvast á sjúkrahúsið í 46 ár og verið sjúkrahússtjóri í tey 30, men í farnu viku boðaði hann frá, at hann hevur sagt seg úr starvi. Hvussu hava hesi árini verið, og hvør er maðurin handan stjóran Ronnie Midjord, fráfarandi stjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi, er Hósdagsgestur í Nón í dag. Vit fara eisini at tosa við Tinu í Dali Wagner, stjóra í Filmshúsinum, um Berlinalena í Berlin, sum er ein av heimsins størstu og týdningarmestu filmsfestivalum. Røddin er myrk og sensuell og tónleikurin cosmopolitiskur. Vit tekna, í orðum og tónum, eina mini vangamynd av Sade, ið rundaði tey seksti í farna mánað. Vit hava hoyrt nógv um tey 17 burðardyggu heimsmálini hjá ST, og hvussu føroyskir myndugleikar arbeiða við at seta hesi í verk. Men í hvønn mun kunnu fyritøkur eisini fáa ágóðan av heimsmálunum Hesin er ein av spurningunum, ið vit seta Rúna Rasmussen, sum heldur fyrilestur fyri fyritøkur um evnið. Við sangum sum Smooth operator, Hang on to your love og The sweetest taboo hevur bólkurin Sade, við sangarinnuni Sade á odda, vunnið sær eina stóra áhoyrarafjøld um allan knøttin. Og nú Sade rundaði tey 60 hin 16. januar tekna vit, í orðum og tónum, eina minivangamynd av Sade. Tú kanst hoyra frásøgnina her Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, fekk tingmanningina ímóti sær, og Sonja Jógvansdóttir fekk krakk, tá hon vildi gerast partur av tingmanningini hjá flokkinum. Ein fyrrverandi tingmaður hjá Tjóðveldi heldur hetta vera tekin um, at eitt stríð millum miðstaðarøkið og útjaðaran er kyknað aftur. Avgerðin hjá tingmanningini kom óvart á formannin. Sambært uppskotinum um kunngerð skal rætturin at fiska 51.837 tons av svartkjafti bjóðast út, 25.061 tons av makreli og 53.016 tons av norðhavssild. Harafturat skal rætturin at fiska 2.055 tons av botnfiski í russiskum sjógvi, 700 tons í norskum sjógvi og rætturin at fiska 274 tons av botnfiski við Svalbard bjóðast út. Í fjør vórðu seld rættindi at fiska 4.769 tons av botnfiski, 89.169 tons av svartkjafti, 10.916 tons av makreli og 12.490 tons av norðhavssild. Hetta var meira enn í ár, tá makrelur og sild eru undantikin. Rætturin at fiska verður í ár boðin út sum rættur í eitt ár, trý ár ella í átta ár. Meirilutin í Fíggjarnevndini tekur undir við uppskotinum hjá Fólkaflokkinum um at sleppa heimavirki undan meirvirðisgjaldi og geva heimavirkinum skattalætta. Broytingin verður ein kærkomin hjálp hjá øllum teimum, sum fáast við heimavirki kring landið, sigur meirilutin. Minnilutin í Fíggjarnevndini, sum nú er samgongan, vísir aftur hesa ferð á, at heimavirki er ikki lýst nóg væl. Uppskotið var eisini í tinginum í tingsetunum 2015, 2016 og í 2017. Men heldur ikki tá tók samgongan undir við tí. Og tað ger hon heldur ikki nú, uppskotið fyri fjórðu ferð er í tinginum. Neiligu avleiðingarnar eru nógv størri enn tær jaligu hjá teimum, sum fáa ágóðan av uppskotinum, og tí mugu aðrar loysnir finnast, sum fjálga um heimavirki. Eitt dømi er, at fólk, sum selja nógvar heimavirkaðar vørur, bara kunnu verða kravd eftir mvg uppgerð eina ferð um árið. Tey kunnu eisini fáa fakliga ráðgeving til at gera mvg uppgerð, heldur samgongan í Fíggjarnevndini. Endamálið við slíkari ætlan er at vísa á, hvat skal til fyri at tryggja, at samferðslukervið til eina og hvørja tíð nøktar samtíðarinnar krøvum og tørvi. Rakstur og viðlíkhald mugu raðfestast hægri politiskt og takast í størri álvara, og hava tí fingið eitt serligt pláss í nýggju samferðsluætlanini. Málið er eisini, at tíðin at koyra til høvuðsstaðin og úr høvuðsstaðnum ikki skal vera longri enn ein tími, sama hvar í landinum, fólk eru stødd. Í samferðsluætlanini stendur, at fyri frálandsvinnu kann ein flogvøllur í Suðuroynni brúkast, tá fólk skulu flytast til flogvøllin í Vágum ella til onnur lond, eftir at tey eru flutt við tyrlu ella skipi av oljupallinum í land í Suðuroynni. Eisini kann hugsast, stendur í nýggju samferðsluætlanini, at grundarlag er fyri leiguflúgving millum Tvøroyri og Vágar í sambandi við uttanlandsferðing, tá fólk búgva í Suðuroynni og arbeiða uttanlands. Fyrst í sjeytiárunum teknaði Landsverk 15 flogvøllir í Føroyum, sum vóru 600 metrar langir. Teir vóru til flogfør, sum kundu taka í mesta lagi okkurt um 20 ferðafólk. Hann er mettur at kosta 1,2 milliardir krónur, verður hann 1.799 metrar sum flogvøllurin í Vágum er, og tvær milliardir krónur, verður hann 2.700 metrar langur. Tá eru farstøð og hangarur tald við. Vegurin til flogvøllin á Glyvurnes verður bundin í landsvegin í Havnardali, har annar partur av innkomuvegnum til Havnar skal enda. Tá verður møguligt at koyra frá Kaldbaksvegnum og Eysturoyartunlinum eftir innkomuvegnum á flogvøllin á Glyvursnesi við 80 kilometra ferð um tíman. Nýggja ungdómsrøðin Hashtag hevur júst verði send her í Kringvarpinum. Sendingin snýr seg gerandisdagin hjá fýra ungdómum í Føroyum. Kvinnan, sum hevur framleitt hesa heldur øðrvísi sendirøðina, er filmslistakvinnan Maria Winther Olsen. 26 ára gamla Maria Winther Olsen hevur eisini gjørt aðrar filmsverkætlanir. sum til dømis spælifilmin Nina, sum kom út í fjør, og stuttfilmin Sum Einglar Vit Falla, sum hevur vunnið fleiri prísir. Maria Winther Olsen hugleiðir um yrkisleiðina sum næstan einsamøll kvinna í filmsvinnuni í Føroyum. Hon heldur, at tað kann vera avbjóðandi, tí arbeiðið er so óstøðug bæði tá tað við víkjur arbeiðstíð og løn. Harafturat stendur hon nú fyri nýggjari avbjóðing sum mamma, sum krevur, at hon noyðist at hugsa um at arbeiða við meiri tryggum verkætlanum Oddfríður Marni Rasmussen 1969 er lærari, ritstjóri og útbúgvin høvundi av Rithøvundaskúlanum í Keypmannahavn. Hann debuteraði í 1994 við yrkingasavninum, Aldur hugans. Síðan fyrsta yrkingasavnið eru 16 verk løgd avtrat rúgvuni, sum umfata yrkingasøvn, stuttsøgur og barnabók. Týðingar hevur hann eisini latið mangar úr hondum, sum eru at finna í tíðarritinum, Vencil, sum hann ritstjórnar saman við Arbirni Ólavsson Dalsgaard. Síðsta verk hansara er skaldsøga, sum hann vann kappingina, bókhandlarafelagið og forlagið Sprotin skipaðu fyri. Vinnarin varð avdúkaður á bókadøgum 24. november 2018. Strandfaraskip Landsins avlýsa nú fleiri túrar hjá Smyrli fyri veður. Tað boðar Strandferðslan frá á heimasíðuni hjá stovninum, ssl.fo Túrarnir hjá Smyrli av Krambatanga klokkan 21 00 í kvøld og í morginárini klokkan 7 00 úr Tórshavn eru báðir tveir avlýstir vegna veður, sigur Strandferðslan. Tunnil til Suðuroyar fer í 2018 prísum at kosta millum 2,8 og 3,4 milliardir krónur, og tað fer at taka umleið ein tíma at koyra millum millum Havnina og Tvøroyri. Landsverk sigur, at ein beinleiðis tunnil millum Sandoynna og Suðuroynna verður 23 kilometrar til longdar, men við so longum tunli verður trygdin ein avbjóðing. Tunnilin úr Sandoynni til Skúvoyar verður níggju kilometrar. Í Skúgvi verða gjørdir 400 metrar av vegi, áðrenn farið verður í næsta tunnilin, sum skal verða til Sandvíkar. Landsverk skjýtur upp, farið verður undir Suðuroyartunnilin í 2030, og útrokningar vísa, at umleið 1.000 bilar fara at koyra í tunlinum um dagin. Mett verður, at tað fer at kosta 23 milliónir krónur um árið at halda Suðuroyartunnilin viðlíka, og spardar verða 29 milliónir krónur í rakstrarútreiðslum, tí sjóvegis sambandið við Smyrli heldur uppat. Landsverk sigur, at tunnil til Suðuroyar er ein ovurhonds stór verkætlan, sum ein almennur stovnur eigur at reka. Hesin stovnur skal eisini hava ábyrgd av at fíggja og gera tunnilin. Fleiri strandfaraskip lúka ikki krøvini, ið verða sett ferðamannaskipum í dag, og tey kunnu í veruleikanum samanberast við ellisakfør. Einasta loysnin er at endurnýggja flotan, men neyðugt kann verða við avloysaraskipi, hóast flotin verður endurnýggjaður, stendur í frágreiðingini. Ein onnur avbjóðing er, at í háárstíð eru skipini ov lítil, og skal tørvurin nøktast um summarið, er neyðugt við einum ella fleiri skipum aftrat teimum, sum eru í flotanum. Har er niðurstøðan, at neyðugt er endurnýggja ein stóran part av flotanum, so skipini kunnu nøkta ferðafólka og farmaflutningin, sum Strandferðslan sambært lóg hevur skyldu at røkja. Eg eri skjótur upp undir loftið, men eg eri eisini øgiliga skjótur niðuraftur. Eg gangi ikki og beri upp á nakað. Tá tað er sagt, so er tað sagt, og so koyra okur víðari. Enn er ikki avgjørt í Fiskimálaráðnum, um somu trý fólk vera í metingarnevndini í ár og so tvey afturar, ella um øll fimm fólkini vera nýggj. Tá mett verður um økisrættarligu ávirkanina av menningarætlanini, sum fær menningarkvotur, skal størstur dentur leggjast á demografisku avbjóðingarnar í økinum, er komið afturat í skjalinum um metingarnevndina. Eftirsleipið á undirstøðukervinum, tað eru vegir, tunlar og brýr, er níggju ferðir so stórt sum árliga rakstrar og viðlíkahaldsjáttin er, sum Landsverk fær. Hetta er nógv størri enn eftirsleipið í hinum Norðurlondunum. Tað er millum eina og seks ferðir árligu rakstrarjáttanina. Í Føroyum er eftirsleipið 375 milliónir krónur. Eftirsleip kemst av vantandi viðlikahaldi. Samferðsluætlanin 2018 2030 sigur, at undirstøðukervið gerst í alsamt verri standi ár undan ári, tí neyðugu inntrivini ikki verða gjørd. Rakstur og viðlíkhald mugu raðfestast hægri politiskt og takast í størri álvara. Tey hava tí fingið eitt serligt pláss í nýggju samferðsluætlanini 2018 2030. Seinast lat filmsmaðurin skrivingina upp í hendurnar á rithøvundan Marjun Syderbø Kjælnes men nú hevur hann aftur funnið pennin fram. Sjónvarp Føroya fer nú undir eina nýggja sendirøð undir heitinum Ekkó , har ymisk viðkomandi evni verða tikin upp og lýst nærri. Í fyrstu sendingini, sum kemur sunnukvøldið 14. november, er evnið rúsdrekka og rúsevnanýtsla millum ung. Ábendingar eru um, at nýtslan av hørðum evnum sum td. amfetamini er vaksandi millum ung í Føroyum og harvið eisini vandin fyri øktari misnýtslu. Í sendingini hitta vit tveir fyrrverandi stórmisbrúkarar, umboð fyri narkotikaløgregluna, familju og rúsevnaráðgevar, skúlastjóra og onnur. Regin Jørgensen, narkotikapolitiið. Hanus Joensen, skúlastjóri. Sólrun Jacobæus, familjuráðgevi. Carl August Arge, narkotikaráðgevi. Wilhelm Dam Jacobsen, fyrrv. misnýtari. Ella Müller, forkvinna, Náttarravnarnir Upptøkur Hans Petur Hansen Hvat fyri bland av tónleiki fært tú, um tú leitar eftir sangum, sum onkursvegna snúgva seg um jørðina Vel, tað fært tú eitt boð upp á í hesari Leitisstein sending, tá The World er tema. Í sendingini er tónleikur frá øllum frá David Bowie til Lukas Graham, Louis Armstrong og Ozzy Osborne. Edward er ikki nakar vanligur fotografur. Hann er mest áhugaður í gomlum myndatólum og hevur sostatt alla útgerð, sum skal til fyri at gera eina mynd uppá tann gamla mátan. Hann hevur keypt gomul fototól og keypir javnan film, fotopappír, framkalliløgir og alt, sum skal til hesa framleiðslu. Tað heilt serliga er, at Edward hevur eitt væl útgjørt myrkakamar. Fyrst fer negativið í eitt sonevnt forstørrilsisapparat , sum so lýsir niður á eitt fotopappír í nøkur sekund. Hetta pappírið fer síðani í ein framkalliløg, har myndin spakuliga trínur fram á pappírið. Síðani skal myndin í steðgiløg , sum er ein løgur, ið steðgar framkallingini. Eftir hetta skal myndin fikserast , sum ger, at myndin ikki gulnar og fer at halda í nógv ár ja, kanska í meiri enn hundráð ár. Tað seinasta stigið er, at myndin skal skolast í rennandi vatni. Hetta er, fyri at allir kemiskir løgir skulu skolast av myndini. Tað er umráðandi, at vatnið ikki er ov kalt, tað skal vera umleið 17 stig. Til seinast skal myndin heingjast upp at turka. Tá ið hon so er heilt turr, kann hon festast á stívt papp ella koyrast í glas og rammu. Myndagóðskan, ja, hon er fult á hædd við tað, sum vit kenna frá í dag. Edward sigur, at hóast ein verulig talgylt kiollvelting er farin fram á myndaøkinum, hevur analog fotografering ment seg við tíðini, tí hetta er eitt áhugamál, sum hevur stóra undirtøku runt um í heiminum. Tað týdningarmesta fyri Edward er, sum hann sjálvur sigur, at tað tekur ta tíðina, tað tekur . Og úrslitið er eisini vert at bíða eftir. Hoyr prátið her Myndafelagið Fokus í Havn hevur 9 ár á baki og telur einar 30 limir, bæði kvinnur og menn. Hetta er eitt felag, hvørs áhugamál er at taka myndir. Limirnir koma saman eina ferð um vikuna at taka myndir og at skifta orð um myndatøku. Eisini skipar felagið við jøvnum millumbili fyri skeiðum í myndatøku. Hetta vikuskiftið og komandi viku hevur felagið sína árligu framsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Hoyr Oddfríð Marna Rasmussen, formann í Fokus, greiða frá 1. februar vitjaðu Bjarki Hansen og Dánjal Gomez vikuskiftissendingina. Hoyr áhugavert prát við teir báðar, umframt at teir spæla tvey løg LIVE, sum hava verið nógv at hoyra í útvarpinum seinastu tíðina Greta Svabo Bech gevur í næstum eina EP við fýra løgum út. Løgini koma ikki út samstundis. Tað verður fyrst lagið All My Bones, sum kemur út. Hoyr Gretu greiða frá um, hvussu hon hevur arbeiitt við tónleikinum umframt myndunum til útgávuna. Hetta eru infrareyðar myndir av føroysku náttúruni, sum Greta sjálv hevur tikið. Hoyr samrøðu við hana, sum varð gjørd 1. februar 2019, tá hon vitjaði studio 5 í Sortudíki Formaðurin í Vinnunevndini í Tórshavnar Kommunu, Bogi Andreasen, er samdur við privata aktørinum, og hann hevur ongar ætlanir um at fylgja tilmælinum. Jóhan Petur Holm, er cand. merc. í marknaðarføring, og hevur saman við Rúna Mortensen gjørt serritgerð um ferðamannaskip og fíggjarliga avkastið frá ferðafólkavinnuni. Sambært honum brúkar júst hetta segmentið í miðal 87 krónur, meðan tey eru í landi. Týskarar brúka minst, amerikanarar brúka mest, og breta liggja í miðjuni. Í kvøld sendu vit beinleiðis úr Vestmanna og spældu góðan blandaðan dansibandstónleik. Vit fingu eisini framføðrslur frá Halli Joensen og Magna Christiansen. Fyri at fáa nóg mikið av peningi sett av til endamálið kann gerast neyðugt at marka eina størri upphædd av vegskattinum til eftirsleipið. Tað sigur Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum. Tað var í september í fjør at Landsverk bjóðaði arbeiðstakarum at søkja um undangóðkenning til at byggja nýggjan Hvalbiartunnil. Trý feløg vórðu undangóðkend, J og K Petersen, NCC og samtakið Articon LNS. Nýggi tunnilin verður gjørdur frá Gjánhamri í Trongisvági til Niðastabotn í Hvalba, og landsvegir verða gjørdir frá tunnilsmunnanum trongisvágsmegin til verandi landsveg í Trongisvági og frá tunnilsmunnanum hvalbiarmegin til Nesveg, tætt við brúnna um Kjógvavatn. Landsverk sum byggiharri og LBF sum ráðgevi fara nú undir at kanna tilboðini, og síðani taka støðu til tey. Kostnaðarmetingin av arbeiðstakaraútreiðslunum er 242 milliónir krónur. Tunnilin verður 2,5 kilometrar, tilkoyringarvegurin trongisvágsmegin 1,4 kilometrar, og hvalbiarmegin 2,4 kilometrar. Samlaði kostnaðurin er sambært verklagslógini 272 milliónir krónur. Umframt arbeiðstakaraútreiðslur fevnir samlaða játtanin eisini um prosjektering, prosjektleiðslu, ráðgeving, eftirlit, elarbeiðstøku og annað. Verandi Hvalbiartunnil varð tikin í nýtslu í 1963, og er elsti tunnil í Føroyum. Nakrar dagføringar eru gjørdar, men tunnilin er lágur og einbreytaður. Bæði tunnil og vegur liggja høgt, eins og vegurin er smalur og í brattara lagi. Tunnilin lýkur ikki dagsins krøv til trygd, dygd og ferðslu, eins og farleiðin er ein forðing fyri vinnumenning og útbyggingum í bygdunum norðan fyri tunnilin, skrivar Landsverk. Reuters skrivar, at Maria Zakharova, talskvinna fyri russiska Uttanríkisráðið, sigur, at Moskva hevur staðfest, at NATO limalandið, Noreg, er vorðið alsamt meira virkið í royndunum at hjálpa NATO at dubba seg hernaðarliga í Arktis. Russarar vísa ítøkiliga á eina havn, nærhendis Tromsø, har norðmenn fyrireika seg at kunna taka ímóti kjarnorkukavbátum, ljóðar russiska ákæran. Øvugt av siðvenjuni við góðum samstarvi í Arktis, heldur Oslo fram at økja um spenningin og vaksa um vandan fyri hernaðarligum átøkum. Hetta ætla vit ikki at lata fara ótalað aftur við borðinum, sigur talskvinnan hjá russiska Uttanríkisráðnum. Norðmenn siga seg hinvegin stura fyri tí beint øvugta at Moskva er í ferð við at dubba seg hernaðarliga á Kolahálvoynni. Noreg var í oktober mánaði vertur fyri eini stórari NATO venjing. Á fundarskránni eru búskaparligu sambondini millum Ísland og USA, umframt trygdarpolitisk mál, sum fevna um Arktis. Ísland er áhugavert fyri USA nú, tí landið skjótt yvirtekur formansskapin í Arktiska Ráðnum. Amerikanski uttanríkisráðharrin verður annars á rundferð í Europa í næstu viku. Mánadagin verður hann í Ungarn, har hann millum annað skal hitta Viktor Orban, forsætisráðharra, týsdagin í Slovakia, har hann skal tingast við Kiska forseta, síðani fer Pompeo til Póllands, og so fer hann til Brússel, har hann millum annað fer at tosa við ES um støðuna í Venesuela. Amnesty International, sum vanliga starvast fyri rættindum hjá fólki, stendur nú sjálvt fyri skotum, tí starvsfólkini á Londonskrivstovuni hjá Amnesty International, klaga um happing, valdsmisnýtslu og kynjamismun, mannamun og vina og kenningapolitikk. Hetta kemur fram í nýggjari kanning, sum er gjørd av altjóða skrivstovuni hjá Amnesty í London. Tað er leiðslan í Amnesty International sjálv, sum hevur biðið um kanningina. Kanningin verður gjørd fyri at betra um arbeiðsumhvørvið á arbeiðsplássinum, eftir at tvey av starvsfólkunum beindu fyri sær sjálvum orsaka vánaligan leiðsluatburð. Tað eru dømi um at leiðarar hava eyðmýkt starvsfólk á fundum, við viðmerkingum sum at viðkomandi ikki dugir sítt arbeiði, ella at viðkomandi skuldi sagt seg úr starvi, stendur at lesa í kanningini. Hinvegin ákæra starvsfólkini hjá Amnesty leiðararnar at vera ódugnaligar og vísa eina líkasælu fyri trivnaðinum hjá starvsfólkunum. Frágreiðingin byggir á svar frá 475 starvsfólkum, sum svarar til 70 prosent av øllum starvsfólkunum, sum starvast í London skrivstovunum hjá Amnesty International. Niðurstøðan í frágreiðingini ger, at trúvirðið hjá Amnesty International er í vanda og at mótstøðufelagsskapir kunnu brúka hetta móti Amnesty International. Aðalskrivarin í danska Amnesty, Trine Christensen, sigur við heimasíðuna hjá Danmarks Radio, dr.dk, at frágreiðingin er sera áhugaverdur lesnaður. Vit eru ikki lýtaleys, heldur, í hesum starvi, og henda frágreiðing er avgjørt nakað, sum altjóða leiðslan í Amnesty eigur at taka í fullum álvara, sigur Trine Christensen. Fundur er settur at verða mikukvøldið klokkan sjey. Spurdur um, hví málið um dupultmandatið ikki er á skránni enn, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri, at hann ikki heldur, at tað er búgvið til tað enn. Meirilutin í býráðnum hevur annars samtykt, at Kristin Michelsen skal velja um hann vil vera borgarstjóri ella tingmaður. Tað skal borgarstjórin so sjálvur taka støðu til, men málið er ikki búgvið, sigur hann. Kommunala eftirlitið bíðar annars eftir svari frá borgarstjóranum á Tvøroyri um, hvat er hent, eftir at býráðið fyri nýggjár samtykti, at hann skal velja millum sessirnar, og eftirlitið vil eisini hava at vita, hví einki er hent. Men úr borgarstjórasessinum á Tvøroyri sær málið heilt øðrvísi út Kristin Michelsen heldur, at Kommunala Eftirlitið er ógegnigt, og hann vil hava, at støða verður tikin til spurningin um gegnið hjá eftirlitinum. Tyrlan var 20 ferðir boðsend at fara eftir neyðstøddum fólki í fjøllunum í fjør. Tíggju ferðir eftir føroyingum og tíggju ferðir eftir útlendskum ferðafólki. Tað sigur Hans Erik Jakobsen, flogovasti í tyrlutænastuni hjá Atlantsflog. Av teimum tíggju túrunum, sum tyrlan var eftir útlendingum, vísti tað seg tríggjar ferðir, at teir ikki høvdu tørv á hjálp kortini. Í hesum førunum høvdu fólk, sum vóru bangin um útlendingarnar, boðað frá, og tí varð tyrlan boðsend at leita. 67 ára gamla Ubolratana boðaði í gjár frá, at hon hevur gjørt av at stilla upp fyri andstøðuflokkin, Thai Raksa Chart, og ætlar sær at gerast forsætisráðharri. Hon bjóðar valevninum hjá herinum, tí sitandi forsætisráðharranum, Prayuth Chan ocha, av, og tað hóvar ikki 66 ára gamla konginum. Prinsessan er fyrsti limurin í kongshúsinum, sum fer uppí partapolitikk, og tað er brot á vanligu mannagongdirnar hjá teimum kongligu og í stríð við mentanina í landinum, sigur kongurin í eini fráboðan. Ubolratana, prinsessa takkar fólkinum fyri stuðulin, og sigur, at hon hevur sagt prinsessuheitið frá sær, og er nú at rokna sum eitt vanligt fólk í Thailandi. Hetta merkir, at Føroyar sleppa at luttaka undir Føroyskum flaggi í teimum kappingum, sum EOC skipar fyri og har sum Føroyar hava altjóða limaskap. Talan er um European Games og European Youth Olympic Festival. Harafturat er ÍSF bjóðað við, sum eygleiðarar til Games of Small States of Europe í ár. European Games er fjórða hvørt ár, við umleið 6.000 íðkarum. Í ár verður kappingin 21. til 30. juni í Minsk í Hvítaruslandi. Føroysku ítróttagreinirnar, sum kunnu luttaka hesuferð eru bogaskjóting, badminton, judo og borðtennis. European Youth Olympic Festival er annað hvørt ár, og er fyri ungar íðkarar 14 18 ár. Talið av íðkarum er umleið 3.600. Í ár verður kappingin í Baku í Aserbadjan 21. til 27. juli. Føroysku ítróttagreinarnar, sum kunnu luttaka hesuferð eru hondbóltur, judo, svimjing og flogbóltur. Games of Small States of Europe er annað hvørt ár, og er fyri lond við færri enn einari mllión fólkum. Umleið 1.000 íðkarar eru partur av hesari kapping. ÍSF er bjóðað við sum eygleiðari til leikirnar í 2019, sum verða í Montenego 27. mai til 1. juni. Tað er okkara vón, at Føroyar sleppa at luttaka í leikunum í 2021. Limalondini í Games of Small States of Europe eru Monaco, Cyprus, Andorra, Malta, Luxemburg, Ísland, Liechtenstein, San Marino og Montenegro. Hetta er eitt risa frambrot í strembanini, at vinna okkum altjóða viðurkenning innan ítrótt, herundir limaskap í IOC, Altjóða Olympisku Nevndini, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í ÍSF. Avgerðin gevur okkum mót uppá at halda áfram við arbeiðinum, at tryggja øllum okkara ítróttagreinum altjóða viðurkenning og harvið møguleikan, at kappast støðugt í altjóða kappingum, leggur Elin Heðinsdóttir Joensen afturat. Ungi sangarin og sangskrivarin Lea Kampmann var í miðdeplinum, tá gávugóðs í gjárskvøldið varð latið úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum á Føroyamálsdeildini í Havn. Lea Kampmann fekk 35.000 krónur, sum hava til endamáls at stuðla og eggja gávuríkum ungum listafólkum til útbúgving. Og útbúgving er júst tað, sum fyllir nógv beint nú hjá henni. Hon bíðar í spenningi eftir at fáa svar frá tónlistaháskúlunum í ávikavist Keypmannahavn og rhus, har hon hevur verið til upptøkuroyndir. Lea Kampmann var í útvarpsstovuni á middegi. Hesir spurningar skulu svarast, áðrenn biogassverkið á Skarðshjalla hjá dóttirfelagi hjá Bakkafrosti kann fáa endaligu góðkenningarnar. Biogassverkið skal eftir ætlan byggjast á Skarðshjalla í Hoyvík, og grannar har bæði vinnuligir, privatir og onnur við hava møguleika at verða hoyrdir, nú Umhvørvisstovan er farin undir góðkenningartilgongdina. Freistin er ikki long hon er sett at vera tann 28. februar. Dóttirfelagið hjá Bakkafrosti eitur P F Føroysk Náttúruorka, og endamálið við biogassverkinum er at framleiða hita, streym og nátúrlig tøð burtur úr mykju og burturkasti frá smolt og alistøðum og seinni kanska eisini lívrunnum húsarhaldsburturkasti Eftir krøvum í lógini um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni hevur Føroysk Náttúruorka fingið eina kanning gjørda, sum metir um, hvørji árin teirra virksemi væntandi kann hava á umhvørvið. Hendan kanningin er júst almannakunngjørd á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni, og har liggur hon eisini til almenna hoyring. Tó verður hon eisini send til hoyringar hjá millum annað Tórshavnar kommunu og Føroya Náttúru og Umhvørvisfelagi, sigur Ingvard Fjallstein, málsviðgeri á Umhvørvisstovuni. Men hvat vísir so hendan árinskanningin, sum felagið sjálvt hevur fingið gjørt, altso hvat skulu grannar á Hjalla og aðrastaðni vænta sær Ingvard Fjallstein frá Umhvørvisstovuni greiðir frá. Amerikanska Kongressin vil hava stjórnina hjá Donald Trump, forseta at koma við eini frágreiðing um, hvør drap journalistin á Washington Post, Jamal Khashoggi, á saudiarabiska konsulatinum í Istanbul í Turkalandi í fjør. Men tað noktar stjórnin at gera, skrivar BBC. Í oktober kravdu senatorar at morðið skuldi kannast, og at Hvítu Húsini skuldi geva teimum meira upplýsingar um málið. Ein talsma ður sigur, sambært BBC, at forsetin hevur rætt at nokta fyri hesum. Amerikanskar fregnartænastur hava sum skilst ta støðu, at Khashoggi ikki kundi verið myrdur á saudi arabiska konsulátinum, uttan at Mohammed bin Salman, krúnprinsur fyrst hevði havt góðkent tað. Donald Trump, forseti hevur ikki alment fordømt saudiarabiska krúnprinsin í hesum málinum. Góða gongdin sæst eisini aftur í skattatølunum fyri januar 2019. Tvøroyrar Kommuna hevði eina inntøku áljóðandi 4.909.218 krónur í januar 2019, í mun til 4.255.945 krónur í januar 2018. Vøksturin er 653.273 krónur, ella heili 15,35 . Ein munandi vøkstur í inntøkunum, hóast januar var fyrsti mánaði, har skattaprosentið var 20,9 . Kommunan samtykti í fjør, at skattaprosentið skuldi setast niður úr 21,9 , niður á 20,9 , galdandi frá 1. januar 2019. Ein av orsøkunum til, at vøksturin er so stórur, ikki bara á Tvøroyri, er uttan iva tann, at Varðin Pelagic er farið í gongd aftur. Fólk úr allari oynni arbeiða á Varðanum Pelagic. Barnafrádrátturin í Tvøroyrar Kommunu er tann hægsti í oynni og ímillum teir hægstu í landinum 7.000 krónur, eins og í Porkeris og Fámjins Kommunu. Bara seks kommunur í Føroyum hava hægri barnafrádrátt enn á Tvøroyri. Sum heild eru skattatølini fyri allar kommunurnar í oynni sera positiv og í øllum kommunum er vøkstur í inntøkunum, hóast munur er á hvussu stórur vøksturin er. Hetta stendur at lesa á heimasíðuni hjá Tvøroyrar kommunu Tórhallur er útbúgvin byggifrøðingur og hevur drúgvar royndir við projekt og entreprisuleiðslu innan fyri bygging og anleggsarbeiðið bæði úr Føroyum og uttanlands. Eisini hevur hann royndir við projektering av bæði byggi og anleggsarbeiðum. Hetta skrivar heimasíðan hjá vága kommunu vaga.fo Væl upplagda panelið heldur, at um ein kvinna vil hava romantik, so má hon vera proaktiv og byrja sjálv, heldur enn at leggja ábyrgdina á mannin. Hevur tú ein vin, sum ikki dugir at syngja, men sum hevur teknað seg til X faktor sigur tú við vinin, at hann ikki skal fara tí hann ikki dugir at syngja Tvístøðuna vóru tey ikki samd um í panelinum. Er tagnarskylda relativ Er okkurt sum man burdi sloppið at tosa um, meðan annað er meira privat Hetta spyr lurtari, men panelið er ikki til at vika Tagnarskylda er tagnarskylda. Í panelinum hesferð Henrik Old, Armgarð Arge og Durita Nolsøe Prátað verður um hendingina við sangaranum Susanne Elmark í nýggjarssendingini í januar í ár. Vit hava ein loyniligan gest á vitjan, umframt at prát eru um heilsustøðuna hjá monnum og rættindi, sum føroyskir pápar hava til børn, tá foreldur fara hvør til sítt. Eisini kemur formaðurin í javnstøðunevndini Ólavur Ellefsen á vitjan í útvarpsstovuni. Kanningar vísa, at menn generelt eru verri fyri heilsuliga enn kvinnur, og tí varð skipað fyri fólkaheilsuráðstevnu í Norðurlandahúsinum tann 11. januar. Í samrøðuni, sum varð í sendingini Leygardagur, greiðir Magni Mohr frá nøkrum av teimum mongu heilsutrupulleikum og avbjóðingunum, sum serliga menn dragst við í dagsins samfelag. Her verður greinað, hvørjar bakteriur eru orsøkin til infektiónir og hvørji sløg av infektión sjúklingar innlagdir á medisinsku deild í Føroyum hava. Hetta stendur at lesa á heimasíðuni gransking.fo Greinin er partur av ph.d. verkætlanini hjá Mariju Todorovic Markovic, 1. hjálparlækna, sum er innskrivað sum ph.d. lesandi á Syddansk Universitet. Høvuðsvegleiðari er Shahin Gaini, ph.d. og yvirlækni í infektiónsmedisini, sum er knýttur at Landssjúkrahúsinum, Fróðskaparsetur Føroya og Syddansk Universitet. Shahin Gaini sigur soleiðis um greinina Greinin hevur nágreinað í æsir, hvørjar bakteriur og aðrar smáverur eru orsøk til innleggingarkrevjandi infektiónir í Føroyum. Greinin hevur eisini nágreinað, hvørji sløg av brunum og hvar í kroppinum brunin situr, tá føroyskir sjúklingar verða innlagdir á Landssjúkrahúsinum við álvarsligari infektión. Úrslitini vísa, at lungnabruni og bløðrubruni nýrnakokubruni eru tær vanligastu infektiónirnar hjá føroyskum sjúklingum, sum verða innlagdir á medisinsku deild á Landssjúkrahúsinum. Úrslitini skulu brúkast til at dimensionera tað føroyska heilsuverkið í mun til infektiónsbyrðuna í føroyska heilsuverkinum og til at velja tey røttu antibiotikasløgini, tá man viðger infektión á føroyskum sjúkrahúsum. Úrslitini vísa eisini, at tað er tørvur á at betra um mikrobiologiskan diagnostikk í Føroyum, bæði viðvíkandi laboratoriutøkni, og økja um bioanalytikaramanningina á Landssjúkrahúsinum. Fyrr í dag hoyrdu vit, at Thailendski kongurin fanst at systrini, sum hevði gjørt av at stilla upp á valinum, við tí endamáli at gerast forsætisráðharri í Thailandi. 67 ára gamla Ubolratana boðaði í gjár frá, at hon hevur gjørt av at stilla upp fyri andstøðuflokkin, Thai Raksa Chart, og ætlar sær at gerast forsætisráðharri. Men nú boðar flokkurin frá, at Ubolratana kortini ikki stillar upp. Leiðslan í flokkinum sigur, at tey hava fingið harraboð frá konginum um, at Ubolratana ikki skal stilla upp fyri flokkin, og flokksleiðslan hevur váttað, at tey akta ordrarnar frá kongi. Flokkurin, Thai Raksa Chart, hevur tætt tilknýtið til sterku politisku familjuna Shinawatra og flokksleiðslan hevur altíð stuðla fyrrverandi forsætisráðharran Thaksin Shinawatra. Málbólkurin eru allir barna og ungomsvenjarar, uttan mun til royndir ella útbúgving. Einasta kravið er áhugi fyri barna og ungdómsvenjing. Endamálið við ráðstevnuni er at geva luttakarunum íblástur til komandi kappingarár, umframt høvi at hittast og minna hvønn annan á týdningin av arbeiðnum við barna og ungdómsvenjingum. Antoni Ordinas, sum er akademistjóri í Lillestrøm, luttekur við fyrilestrum og praktiskum venjingum. Les meira um ráðstevnuna og melda til her. Nógvir íbúgvar í Venezuela mangla mat og lívsneyðugan heilivág og tí roynir andstøðan í landinum at fáa neyðhjálp til Venezuela. Men hetta hevur fingið Nicolás Maduro, við hjálp frá herinum, at steingja Tienditas brúnna, sum er á markinum millum Kolumbia og Venezuela, fyri at steðga neyðhjálpini. Amerikanski uttanríkisráðharrin, Mike Pompeo skrivar á twitter, at stjórnin hjá Maduro verður noydd at sleppa neyðhjálpini inn í landið, tí borgararnir i landinum hava harðliga brúk fyri neyðhjálpini, men hetta letur seg ikki gera so leingi herurin hjá Maduro steðgar bilum og skipum, sum eru á veg við hjálpini. Fríhandilssáttmálin við Stórabretland má endurskoðast skjótt. Tað sigur Føroya arbeiðsgevarafelag í hoyringarsvari sínum um sáttmálan. Felagið væntar, at samráðingar skjótt verða um broytingar í handilsavtaluni. Vónandi verða onkrar av teimum forðingum, sum eru arvaðar frá fríhandilsavtaluni við ES tá loystar. Tað er ein sjálvfylgja, at felagsnevndin millum Føroyar og Bretland kannar tollfríu kvoturnar og aðrar ásetingar, sum forða fyri samhandli millum londini. Arbeiðsgevarafelagið sigur, at fríhandilssáttmálin, sum er gjørdur við Stórabretland líkist fríhandilsavtaluni, sum Føroyar hava við ES við teimum avmarkingum, sum har eru, eitt nú um tollfríar kvotur. Tollfríu kvoturnar, sum ikki fáa álagdan toll til Bretlands, eru tó samsvarandi minni í nýggja frihandlssáttmálanum við Stórabretland, sigur Arbeiðsgevarafelagið. Hinvegin skilir felagið, at støðan nú so stutt fyrir Brexit er óvanlig. Stundir hava kki verið hjá bretsku stjórnini at samráðast um handilsavtalur av nýggjum. Arbeiðsgevarafelagið sigur, at sum skilst er støðan hjá føroyskum vørum, sum verða virkaðar í Bretlandi og síðani aftur útfluttur til ES marknaðin, ikki heilt greið. Sum skilst er orsøkin tann, at støðan viðvíkjandi framtíðar handilsviðurskiftunum millum Bretland og ES er óviss, sigur Arbeiðsgevarafelagið. Í fyrra undanumfarinum í Reykjavík í gjárkvøldið fekk hon ikki nóg nógvar atkvøður til at halda fram. Fimm sangir vóru í gjárkvøldið. Tveir teirra halda fram í finaluni 2. mars. Seinna undanumfarið í Íslandi verður leygarkvøldið. Eingin serkønur dómari er. Fólk avgera, hvør heldur fram í kappingini í Íslandi. Í fyrstu kanningini hjá FAO, hon varð gjørd í 1995, varð niðustøðan tann, at millum 17,9 og 39,5 milliónir tons fóru aftur í havið. Mne tá var annar kanningarháttur enn nú brúktur. FAO sigur eisini, at ein millión sjófuglar, 8,5 milliónir skjaldbøkur, 225.000 sjóslangur, 650.000 súgdjór og tíggju milliónir hávar um árið eru veidd og síðani tveitt aftur í havið. DNO heldur fram við virkseminum í norskum øki, og tað var millum annað orsøkin til, at felagið keypti Faroe Petroleum. Felagið hevur eisini virksemi í øðrum londum, millum annað í Kurdistan, har felagið ætlar at bora 14 brunnar. Tá úrslitið varð almannakunngjørt, segði nevndarformaðurin í felagnum, at tað var bíligari fyri felagið at keypa Faroe Petroleum, enn at keypa seg uppí leitiøkir í norskum øki. Faroe Petroleum var frammanundan við í oljuleiting í fleiri økjum í Noreg. Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, segði við Útvarpið fríggjadagin, at fyri at fáa nóg mikið av peningi, kann gerast neyðugt at marka meira vegskatt til eftirsleipið hjá Landsverki. Tað vóru danskir og svenskir fiskifrøðingar, sum í felag mæltu til at steingja leiðina í Kattagat fyri at verja toskin, so hann kundi koma fyri seg aftur. Michael Andersen, fiskifrøðingur hjá donsku fiskivinnuni, sigur, at eingi prógv eru fyri, at toskurin hevur tað betri, eftir at leiðin hevur verið stongd í 10 ár. Marie Storr Paulsen, sum starvast hjá DTU Aqua, sigur, at bann fyri fiskiskapi á leiðini hevur onga ávirkan. Men hon vísir á, at tað er rætt at steingja leiðina, tá toskur gýtir. Hon sigur, at kanningarnar hjá DTU vísa, at eongin toskur hevur verið á leiðini seinnu helvtina av árinum, men at meir av toski er á leiðini í gýtingartíðini. Tí er tað rætt at lata leiðina verða stongda í gýtingartíðini, men at tað onga ávirkan hevur á toskin restina av árinum, sigur Marie Storr Paulsen. Tey vóru ikki nógv, ið góvu Stjørnuni, sum liggur næstniðast í landskappingini, nakran møguleika ímóti Neistanum, sum liggur næstovast. Men Stjørnan setti seg á dystin, sum varð spældur í Høllini á Hálsi í Havn, alt fyri eitt, og tá liðini fóru til hálvleik vóru gestirnir á odda 10 15. Aftaná dystin fingu vit orðið á Sonju Sirdal úr Stjørnuni. H71 hevur vunnið bólkin við fullum stigatali, seks stigum. KÍF endar á øðrum plássi við fýra stigum, meðan VÍF endar á triðja plássi við tveimum stigum. Kyndil 2 endaði niðast við ongum stigi. Í Bólki tvey var longu greitt undan síðsta umfari, at Kyndil og Neistin hava spælt seg víðari. Tey møttust í kvøld í dysti um fyrsta plássið í bólkinum. Reyða langmáttan var í nátt rullað út, tá árligu Grammy virðislønirnar vórðu latnar í Los Angeles í USA. Tilsamans 84 virðislønir skuldu handast. Bretska songkvinnan, Dua Lipa, streyk avstað við tveimum virðislønum. Her eru tær mest týðandi virðislønirnar, sum vórðu handaðar í nátt. Fyrstu Grammy Awards virðislønirnar vórðu latnar fyri 60 árum síðani, í 1959. Tá vórðu millum annað Frank Sinatra og Ella Fitzgerald heiðrað fyri teirra íkast til tónleikin. Hendan ávaringin kemur frá týska samveldiskanslaranum, Angelu Merkel, skrivar AFP og Reuters. Hennara útsøgn er beint øvugt av fráboðanini hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, sum hevur sagt, at IS hevur tapt og er niðurbart. Lukkutíð hevur tað eydnast at reka sokallaða Islamska statin úr sínum landaøkjum, men tíverri merkir tað ikki, at IS felagsskapurin er horvin. IS umskapar seg til eina asymmetriska krígsmegi, og hetta er sjálvandi ein hóttan, sigur Angela Merkel og leggur afturat, at vit eru langt burtur frá friði í Sýria. Í desember tweetaði Donald Trump, at IS var niðurbart , og seinni boðaði forsetin frá, at USA fer at taka øll síni 2000 herfólk úr Sýria síðst í apríl mánaði. Hendan fráboðanin loypti ótta á fleiri europeiskar stjórnir, sum stúra fyri, at IS við afturtøkuni nú skal reisa seg aftur. Í eini røðu í amerikanska Uttanríkisráðnum í síðstu viku segði Donald Trump, at amerikansku og kurdisku herdeildirnar í hesi vikuni formliga eiga at kunngera, at kalifatið nú er søga, skrivar Reuters. Aksel V. Johannesen, sum er virkandi landsstýrismaður í mentamálum, hevur givið Glasir loyvi til at fara undir hesa útbúgvingina, og sambært skrivi úr Mentamálaráðnum er endamálið at stuðla menningini av einum fjøltáttaðum vinnulívi og at stimbra íverksetaramentanina í Føroyum. Talan er um ein yvirbygning til stuttar framhaldsútbúgvingar, sum frammanundan kunnu takast á Glasi, og útbúgvingin er skipað í samstarvi við Copenhagen Business Academy. Útbúgvingin tekur hálvvtannað ár, og tá er starvsvenjing íroknað. Fyrsti flokkur byrjar í summar, og umsóknarfreistin er 1. juni. Ætlanin er at taka næmingar inn á útbúgvingina í innovatión og íverksetan annaðhvørt ár, sigur Mentamálaráðið. Tað vísir ein uppgerð hjá løgtinginum til Kringvarpið. Í 2015 var Útnorðurráðið ikki uttanlands sum samlaður bólkur, men formaðurin Kári P. Højgaard var uttanlands tað árið fyri góðar 34.000 krónur. Í 2016 var Útnorðurráðið bæði Íslandi og í Grønlandi, og harumframt var formaðurin eisini sjálvur á ferð. Útreiðslurnar í 2016 vóru 346.000 krónur. Í 2017 var Útnorðurráðið í Íslandi, og harumframt var Kári P. Højgaard, formaður, og Jørgen Niclasen, næstformaður, eisini sjálvir á ferð. Rokningin fyri 2017 var góðar 311.000 krónur. Í fjør stóð Grønland á ferðaskránni hjá Útnorðurráðnum, og harumframt var Kári P. Højgaard, formaður, eisini sjálvur uttanlands. Ferðarokningin í fjør var 203.000 krónur. Í januar í ár hevur Útnorðurráðið verið á ferð í Íslandi. Tilsamans hevur Útnorðurráðið sostatt ferðast fyri 909.000 krónur higartil í valskeiðinum. Limir í Úrnorðurráðnum eru Kári P. Højgaard, sum er formaður, Jørgen Niclasen, næstformaður, og Bjørt Samuelsen, Bill Justinussen, Magni Laksáfoss og Joen Magnus Rasmussen, sum eru nevndarlimir. NRK vísir á eina stóra kanning, sum amerikanska tankasmiðjan, Pew Research Center hevur gjørt í 26 londum. Tilsamans 27.612 fólk eru spurd í tíðarskeiðinum frá mai til august í fjør. Í 13 av teimum 26 londunum óttast fólk meira veðurlagsbroytingar enn aðrar hóttanir móti trygdini. Stúranin um dátu álop er eisini stór, vísir kanningin. 90 prosent av teimum spurdu í Grikkalandi siga, at veðurlagsbroytingarnar eru stór trygdarhóttanin. Grikkum á baki koma fólk í Suðurkorea, Fraklandi og Spania. Minst bangin fyri veðurlagsbroytingunum eru tey í Ísrael, har 38 prosent av teimum spurdu flokka tær sum fremsta hóttan. Í Nigeria er talið 41 prosent, og í Russlandi 43 prosent. Tølini vísa, at óttin fyri broytingunum í veðurlagnum sum heild er minni millum tey, sum stuðla flokkum ytst á høgravonginum, so sum Alternatife fur Deutschland, Sverigedemokraterna, Frælsisflokkinum í Niðurlondum, UKIP í Bretlandi og National Samling í Fraklandi, sum fyrr æt Front National. Í USA er eisini stórur munur millum tey, sum stuðla ávikavist Republikanarunum og Demokratunum, tá tað kemur til ótta fyri veðurlagsbroytingum. 27 prosent móti 83 prosentum. Í átta av londunum, har ímillum Fraklandi, Russlandi og Nigeria, verður hóttanin frá yvirgangsfelagsskapinum IS sett fremst, meðan amerikanarar, suðurafrikanarar, japanarar og niðurlendingar óttast dátuálop mest. BBC skrivar, at mótmælisfólkini siga, at ætlanin hjá Pedro Sánchez, forsætisráðharra at útnevna ein meklara at standa fyri tingingunum, næstan kann samanberast við landasvik. Loysingarvongurin í Katalonia hevur sagt nei takk til tilboðið frá stjórnini í Madrid og krevur eina nýggja fólkaatkvøðu um loysing. Pensjón er nakað, sum fleiri kanska ikki geva sær far um í gerandisdegnum nakað, sum hoyrir framtíðini til. Men eiga vita at hugsa meira um okkara framtíð og spara meira saman fyri at tryggja okkara framtíð Tí greiðir Jan Otto Holm frá og vísir á, hvussu vit kunnu navigera í føroysku pensjónsskipanini. Jacob Vestergaard, tingmaður, var í in.fo endurgivin fyri at siga, at føroyingar skulu gera tað, sum loysir seg best fyri Føroyar, uttan at hugsa um umhvørvið. Og tí skulu vit sjálvsagt eisini gera grønar orkuskipanir, har tað er bíligari enn at brenna olju, men er tað bíligari at brenna olju, skulu vit tað Sjónarmiðið hjá Vestergaard fekk fleiri fólk í Fólkaflokkinum til knappaborðið, millum annað Hanus Samró, Jákup Mikkelsen, Bjarna Djurholm, Gunnvá við Keldu og Anniku Olsen, ið var landsstýriskvinna við umhvørvismálum, tá ið umhvørvispolikkur Føroya var samtyktur, og samtykt var miðvíst at minka útlátið. Annika Olsen mælir til at víðka umhvørvispolitikkin við einum forboði móti plasti í 2030. Hetta er gott fyri umhvørvið og fyri okkara umdømi úti i heimi sum fiskivinnutjóð og ferðamannaland. Virðing fyri umhvørvinum og búskapur ganga hond i hond og kemur at gera tad i framtíðini, tí brúkarin setir krøv um hetta. skrivar borgarstjórin í Tórshavnar kommunu. Eg viðurkenni, at veðurlagsbroytingar eru veruligar, og nógv bendir á at tær eru mannaskaptar. Og eg viðurkenni eisini, at veðurlagsbroytingar kunnu ikki steðgast fullkomuliga, men um heimsins lond veruliga taka seg saman innan fá ár og finna alternativar orkuloysnir, ið ikki forða londum í at mennast, so kunnu veðurlagsbroytingarnar avmarkast. Men eg veit eisini, at tað føroyska útlátið av CO2 spælir ongan leiklut. Tað er bara ein dukkufretur í hesum sambandi, og tí vil eg halda fast við, at vit í Føroyum skulu ikki skræða okkum sundur og leggja byrðar á vinnu og fólk, til tess at minka okkara frammanundan lítla og týdningarleysa útlát. Tey spældu útlendsk løg heilt fram til 2005, tá big bandið skrivaði út ein kapping í eini roynd at fáa føroyskar tónasmiðir at skrivað jazz verk. Annað innslag er samrøða við samskiparan hjá Tórshavnar Big Band um átakið at savna inn føroyskt skrivað jazz verk. Eisini er prát við Herluf L tzen, sum hevur skrivað hitt seinasta í røðini. Triðja innslag upptikið í Sjóvinnuhúsinum, har Sakaris Stórá er fluttur inn at leggja seinastu hond á nýggja handritið til filmin Oktober. Tingfólk hava í hesum valskeiðinum ferðast uttanlands fyri meira enn 3,8 milliónir krónur. Millum annað hava tinglimirnir í Útnorðurráðnum brúkt meira enn 900.000 krónur uttanlands, meðan limirnir í Norðurlandaráðnum hava ferðast fyri góðar 800.000 krónur Tinglimir eru ikki bara til arbeiðis á Tingúsvegnum í Havn teir ferðast eisini uttanlands. Ein uppgerð, sum Kringvarpið hevur fingið frá Løgtinginum, vísir, at tey fólkavaldu higartil í valskeiðinum hava ferðast fyri meira enn 3,8 milliónir krónur. Og tá eru uttanlandsferðir, sum tey møguliga hava verið og rindað av teirra persónligu menningarjáttan hjá tí almenna ikki roknaðar uppí. Uppgerðin vísir, at limirnir í Útnorðurráðnum hava ferðast mest samlaða rokningin er meira enn 900.000 krónur. Í 2015 var Útnorðurráðið ikki uttanlands sum samlaður bólkur, men formaðurin Kári P. Højgaard var uttanlands tað árið fyri góðar 34.000 krónur. Í 2016 var Útnorðurráðið bæði Íslandi og í Grønlandi, og harumframt var formaðurin eisini sjálvur á ferð. Útreiðslurnar í 2016 vóru 346.000 krónur. Í 2017 var Útnorðurráðið í Íslandi, og harumframt var Kári P. Højgaard, formaður og Jørgen Niclasen, næstformaður eisini sjálvir á ferð. Rokningin fyri 2017 var góðar 311.000 krónur. Í fjør stóð Grønland á ferðaskránni hjá Útnorðurráðnum, og harumframt var Kári P. Højgaard, formaður eisini sjálvur uttanlands. Ferðarokningin í fjør var 203.000 krónur. Tilsamans hevur Útnorðurráðið sostatt ferðast fyri 909.000 krónur higartil í valskeiðinum. Aðrar tingnevndir hava eisini ferðast uttanlands hetta valskeiðið. Limirnir í Norðurlandaráðnum hava ferðast uttanlands fyri næstan 800.000 krónur higartil í valskeiðinum. Uttanlandsnevndin hevur brúkt næstan 400.000 krónur, Vinnunevndin 212.000 krónur, Trivnaðarnevndin næstan 200.000, Rættarnevndin 173.000, Mentanarnevndin 156.000 og Fíggjarnevndin 148.000 krónur. Harafturat hava tingfólk eisini verið í New York á ST aðalfundi. Í valskeiðnum er tann rokningin higartil komin upp á góðar 413.000 krónur. Løgtingsformaðurin hevur sína egnu uppgerð í roknskaparhaldinum. Páll á Reynatúgvu hevur í hesum valskeiðinum ferðast uttanlands fyri næstan 290.000 krónur. Men afturat tí hevur løgtingsformaðurin eisini verið uttanlands saman við hinum í formansskapinum tann rokningin er góðar 110.000 krónur í valskeiðinum higartil. Men enn fleiri rokningarnar eru fyri uttanlandsferðir hjá tingfólkum enn tær 3,8 milliónirnar. Tí hvør einstakur tinglimur hevur eina árliga játtan til persónliga menning, sum tað eitur. Teir 33 tinglimirnir hava eitt valskeið 120.000 krónur í part at brúka, ella tilsamans góðar fýra milliónir krónur eitt valskeið, og fleiri av teimum brúka peningin til at menna seg uttan fyri landoddarnar. Men tær møguligu uttanlandsferðirnar fær almenningurin ikki innlit í. Tær eru ikki fevndar av innlitslógini, skrivar Jonhard Klettheyggj, løgtingsstjóri, til Kringvarpið. Í fjør var stór misnøgd um, at so fáar kvinnur taldust millum teirra, ið fingu grammy virðislønir. Forsetin í grammy nevndini, Neil Portnow, segði tá, at kvinnurnar mugu taka seg saman, um tær vilja verða betur umboðaðar. Bretska poppstjørnan, Dua Lipa, vann í greinini besta nýggja listafólk. Í síni takkarrøðu fegnaðist hon um, at so nógvar kvinnur vunnu hesaferð. Morgunsendingin hitttir Gretu Svabo Bech, sum í 2012 var í uppskoti til eina grammy virðisløn fyri sín leiklut í sanginum Raise Your Weapon hjá Deadmau5. Enn vita bankarnir ikki, hvussu teir skulu taka ímóti krøvunum um at bjálva seg, og tí fáa lántakarar ikki ráðgeving um, at rentan kanska hækkar, sigur stjórin í Betri Banka. Í Grønlandi sleppa bankarnir undan herdu krøvunum um bjálving, og føroysku bankarnir royna nú eisini at fáa linari krøv enn danskir bankar hava. Tað er alneyðugt, um vit skulu hava eina burðardygga ferðavinnu, sigurJóhan Pauli Helgason, menningarleiðari í Visit Faroe Islands. Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, sigur, at landsstýrið arbeiðir í løtuni við málinum, men lóggávan liggur undir fleiri aðalráðum. Pól Sundskarð, ferðasmiður, sigur, at lógarverkið eigur at verða dagført, soleiðis at vit fáa eina trygga og burðardygga ferðavinnu. Fýra hálvfinalur verða spældar í Badmintonhøllini í Klaksvík. 13.00 Mjølnir SÍ m. 15.00 SÍ KÍF kv. 17.00 Fleyr ÍF m. 19.00 Mjølnir Fleyr kv. Løgtingið hevur í dag triðju viðgerð um lógaruppskotið hjá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, um varskógvaraskipan hjá alment settum fólkum. Tingið fer í dag eisini at viðgera uppskotið til samtyktar um at seta í gildi í Føroyum 27. januar sum almennan minningardag um Holocaust og onnur fólkadráp. Heldur átti at staðið í uppskotinum, at Elnevndin kann við góðkenning landstýrismansins heimila SEV ella øðrum netfelagi at hava eftirlit, sigur Handverksmeistarafelagið. Einki mótvalevnið stillaði upp ímóti Tummas Lervig, á aðalfundi hjá KÍ í gjárkvøldi, og tí er hann afturvaldur sum formaður í Klaksvíkar Ítróttarfelag. Rúni Heinesen, Næstformaður Hilmar Danielsen, Ábyrgd fyri fíggjarmál, Margit G. Joensen, Skrivari og ábyrgdarfólk fyri ungdómsfótbólti. Jórun Jacobsen sum hevur sitið í nevndini við ábyrgd fyri hølum, bar seg undan afturvali, og í hennara stað varð Jákup Eydnugarð valdur í nevndina. Í dagligari talu siga vit, at Kristoffur Columbus fann Amerika, men tá hesin spurningur verður reistur, hugsa flestu okkara um vínlandsferðirnar hjá teimum gomlu norðbúgvunum. Jógvan Páll Lassen, advokatur, sigur, at tað eru fleiri dømi um fólk, sum eru komin rættiliga illa fyri, tí tey hava keypt hús, sum hava verið í verri standi, enn tey hildu. Hetta er søgan um nakrar av teimum ringastu drápsmonnunum, sum eg havi havt við at gera í mínari tíð sum kriminalløgreglumaður í Scotland Yard. Tá jagstraði øll tann enska løgreglan nakrar drápsmenn, sum vóru fullkomiliga eirindaleysir, og sum ikki aftraðu seg við at taka neyðug øll stig fyri at sleppa undan tí gálga, sum bíðaði eftir teimum. Tórshavnar kommuna hevði í gjárkvøldið fund við tey, sum hava fingið tillutað grundøki í næstu útstykkingini við Klingurstjørn á Argjum. Í løtuni verður útstykkjað. Tá arbeiðið er liðugt, verða tilsamans 93 grundøki við Klingurstjørn. Í seinnu útstykkingini eru 45 grundøki, 48 grundøki vóru í fyrru útlutanini. Tórshavnar kommuna skrivaði í august undir sáttmála við Articon um at gera 45 nýggj grundøki við Klingurstjørn á Argjum. Arbeiðið gongur væl, sigur kommunan. Liðugt er at spreingja, og nú verður økið slættað. Tá ið Tórshavnar kommuna fær lidnu útstykkingina handaða í august, skal Umhvørvisstovan matrikulera økið, og síðani sleppa nýggju eigararnir framat og kunnu fara undir at byggja. Vit hava fingið bræv úr Kaldbak. Brævið er frá frítíðarskúlanum. Har eru trý børn. Tey hava arbeitt við havinum og vilja greiða frá í Lova mær við í Barnaútvarpinum. Í filmum, bókum og sjónleikum hoyra vit sum oftast um tey, sum antin klára seg sera væl ella sera illa menniskju, sum onkursvegna hava eina stóra søgu at siga. Men hvussu við teimum, sum bara hava smáar søgur at siga. Tey, sum eru eitt sindur mseydnað. Tað snýr leikurin 24 miseydnaðir føroyingar seg um, sum hevur frumsýning leygardagin. Morgunsendingin var á gátt í Sjónleikarahúsinum, har vit fingu eitt prát við Riu Torgarð, Súsonnu Torgarð og Petur Meinhard Ellebye Andersen um leikin og hvat tað er at vera miseydnaður. Tey vóna, at leikurin fer at geva hyggjarunum eina meira samansetta mynd av, hvussu vit menniskju eru, tí vit eru øll ymisk, samansett og á summum økjum eitt sindur miseydnað, siga tey. Tað upplýsir republikanski senatorurin Richard Shelby, sum hevur tikið lut í samráðingunum, í nátt okkara tíð, sambært Reuters. Senatorurin kemur ikki við fleiri smálutum um avtaluna. Tíðindastovan AP skrivar eisini, at samráðingarfólk úr báðum flokkum eru samd um eina avtalu, sum tryggjar fíggjarætlanina fyri 2019. Nita Lowey, sum umboðar Demokratarnar í samráðingunum, sigur, at smálutirnir í avtaluni kunnu vera komnir uppá pláss áðrenn mikudagin amerikanska tíð. Eftir tað er bara undirskriftin hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, eftir. Partarnir hava samráðst síðani seint í januar, tá ein fyribils avtala varð gjørd um lata partar av ríkisfyrisitingini uppaftur, sum varð stongd stutt fyri jól, tá flokkarnir ikki kundu semjast um fíggjarætlanina fyri 2019. Tann avtalan skuldi tryggja, at umleið 800.000 alment sett starvsfólk kundu fara aftur til arbeiðis meðan Demokratarnir og Republikanarnir samráddust um eina varandi marknaavtalu. Fyribils avtalan um fíggingina hjá ríkisfyrisitingini gongur út fríggjadagin í hesari vikuni. Boðini frá samráðandi pørtunum koma sama dag, sum forsetin, Donald Trump, er farin til marknabýin El Paso í Texas til ein veljarafund. Trump fer væntandi at endurtaka kravið um at fáa fíggingina uppá pláss, so ein múrur kann gerast fram við sunnara markinum í USA móti Meksiko. Tað var júst kravið um 5,7 milliardir dollarar til múrin, sum gjørdi, at ríkisfyrisitingin í USA varð stongd áðrenn jól, og var afturlatin í umleið ein mánað. Meðan Donald Trump ikki vil undirskriva fíggjarlógina fyri 2019 uttan pening til múrin, hava Demokratarnir sýtt fyri at brúka ein einasta dollara til ætlanina, sum hevur fingið nógva umrøðu. Avtalan millum Demokratarnar og Republikanarnar umrøður eftir øllum at døma ikki pening til múrin. Tað upplýsir ein talsmaður hjá Kongressini sambært Reuters. Hinvegin eru 1,4 milliardir dollarar longu oyramerktir til eitt marknahegn, sum verður 88 kilometrar til longdar, upplýsir talsmaðurin, sambært tíðindastovuni. Jósup sigldi 114 ferðir hesa tíðina, 53 ferðir vóru eingi ferðafólk við. Tá flestu ferðafólkini vóru við, vóru tey 15 í tali. Tað var úr Hesti. Persónsupplýsingar kunnu við fráboðan til Dátueftirlitið, men uttan loyvi haðani, flytast til útlond, sum eru góðkend sum trygg útlond. Landsstýrið sigur, at tað kann hava fíggjarligar avleiðingar fyri fyritøkur í Føroyum og Stora Bretlandi, verður kunngerðin ikki broytt. Sambært uppritinum um broytingina, vendu bretskir myndugleikar sær til føroysku sendistovuna í London við fyrispurningi um at góðkenna Stórabretland sum trygt útland og harvið tryggja, at persónsupplýsingar framvegis kunnu streyma millum Føroyar og Stórabretland. Dátueftirlitið mælir eisini til, at nýggja kunngerðin umframt Sameinda kongsríkið, sum er Stórabretland, og Gibraltar skal umfata Andorra, Kanada, Ísrael, Jersey, Nýsæland og Uruguay, tí tey eru mett at vera trygg. Tað var beint áðrenn klokkan hálvgum trý í nátt, at MRCC Tórshavn fekk boðini um útróðrarbátin, sum hevði fingið trupulleikar við maskinuni. Líkindini á Norðhavinum vóru ring, so tað varð hildið at vera frægast at senda Brimil eftir útróðrarbátinum, og ikki ein av teimum smærru bjargingarbátunum. Brimil var ikki so langt burtur, og kom á Klaksvík við bátinum klokkan átta í morgun. Tveir mans vóru við útróðrarbátinum, sum var úr Norðoyggjum, upplýsir MRCC Tórshavn. Kendastu løgini eru Lyin Eyes, One of These Nights, Heartache Tonight, og Take It To The Limit. Millum løgini hoyra vit um gongdina í Eagles um eitt nú tað meira rokkutu tilgongdina og manningaskifti. Tað eru í ár 40 ár liðin síðani disco tónleikurin hertók ovastu røkurnar á heimsins hittlistum Men tað eru eisini 40 ár liðin síðani stóru disco bálbrenningina í Chicago Comiskey Park á sumri 1979, og hvørs endamál var at taka disco sjangruna av døgum. Hvat eyðkennir Disco Hvaðani kom Disco, og ikki minst hvat bleiv av Disco Hesar og aðrar spurningar seta vit Kára Jacobsen, ið eitt nú er er tónleikari, sangskrivari og tónleikalærari. Hvat eyðkendi mótan, tá talan er um discotíðina, og síggjast framvegis farvegir eftir disco, tá talan er um dagsins móta Hesar og aðrar spurningar seta vit Katrinu í Geil, designara. Við sangum sum We are family og Lost in music hertóku Sister Sledge heimsins hittlistar vit skifta orð við tvær teirra Debbie og Joni Sledge. Meðan Sister Sledge umboðaðu amerikanska discotónleikin, var Frank Farian ein av oddamonnunum, tá talan var um EuroDisco. Vit tekna ein stuttmynd av oddamanninum í Boney M. Disco tónleikurin gjørdist ongantíð stóra hittið millum føroyskar tónleikarar og bólkar, hóast føroyingar eisini hava flirtað við Disco. Og ein teirra er Jørgin Dahl, sum eitt nú skrivaði sangin I can give what you want. Ein av stóru pallunum hjá discotónleikurin var at finna á diskotekunum, og tveir, sum minnast diskoteksumhvørvið innanífrá eru Jákup Magnussen og Finn Jensen. Og saman við Finni og Jákupi hugleiða vit um diskoteks og DJ mentan, og discotónleik yvirhøvir. Eitt hitt kendasta discotekið var Studio 54 í New York. Um aldarskiftið vitjaði listarmaðurin Edward Fuglø heimskenda náttklubban, sum í dag eitt nú leggur pall til kabaretframførslur. Tú kanst hoyra sendingina her Aksel V. Johannesen, løgmaður, sum í løtuni umsitur mentamál, sigur, at hann kennir so lítið til málið, at hann hevur onga viðmerking í løtuni. Spurningurin, hvat skal gerast við grótið, sum kemur úr Dalstunlinum, hevði stóran áhuga, tá Landsverk skipaði fyri kunnandi fund um tunnilsarbeiðið í Húsavík í kvøld. Teir hava verið eftir starvsfeløgum í blaðmannaheiminum, í mestan mun eftir kvinnum, gjøgnum anonymar kontur á Twitter, teir hava sent skemtisøgur um neyðtøku og myndir av kvinnunum, har tær eru foto shoppaðar inn í pornografiskan samanhang. Journalistar á vinstrasinnaða blaðnum, Liberation, hava kannað málið um happing, samstundis sum tveir stavsfelagar teirra eru millum teir, sum hava happað kvinnurnar. Franski ráðharrin fyri talgild viðurskifti sigur, at menninir, sum hava staðið fyri hesi happing, ikki sita í leiðandi starvi, og vistu ikki, hvørja ávirkan teirra gerðir høvdu á lívið hjá øðrum. Endamálið við lógaruppskotinum er at seta í verk eina skipan, har veiðigjald verður lagt á eyka stóran vinning hjá teimum, sum eiga rættin til føroyskt sjófeingi. Men útreiðslur eru eisini. Taks skal brúka 650.000 krónur um árið til at umsita veiðigjaldið og 140.000 krónur í einsinnis kostnaði, tá skipanin kemur í gildi. Fiskimálaráðið sigur, at verður inntøkan frá veiðigjaldinum 220 milliónir krónur, missa kommunurnar seks milliónir krónur í partafelagsskatti. Í kunngerð, sum skal koma í gildi 1.april, eru veiðigjøldini fyri uppsjóvarfisk og fyri tosk og hýsu í Barentshavinum og við Svalbard, fyri svartkalva við Vesturgrønland og fyri rækjur. Eingi gjøld eru fyri onnur fiskasløg. Størsta veiðigjaldið er fyri makrel. Tað er 1,43 krónur fyri kilo í fyrsta ársfjórðingi ár og 1,52 krónur í øðrum ársfjórðingi. Sum líður á seinnapartin veksur hann aftur vindin og í kvøld og í nátt skrið ella stormur við hørðum hvirlum, eitt skifti stormur og í hvirlunum upp í ódn. Samdrigið og driv, og stundum regn. Hitin verður 6 10 stig. Tað skrivar AP tíðindstovan. Joaquin Guzman var ákærdur fyri millum annað manndráp, at smugla rúsevni, at framleiða kokain og heroin og fyri hvítting. 61 ára gamli El Chapo varð handtikin fyri tveimum árum síðani, eftir at hann fimm mánaðir frammanundan var flýddur úr einum fongsli gjøgnum ein tunnil. Meksikanarin var ákærdur fyri at verða høvuðsmaður í víðagitna Sinaloa kartellinum, sum sambært ákærununum var størsti narkoveitari á amerikanska marknaðinum. Hetta er ein sigur fyri amerikanska fólkið, sum hevur verið plágað so leingi, meðan Joaqin Guzman tjenti miljardir uppá at flyta eitur um landamarkið í suðri, segði økisadvokaturin í New York, Richard P. Donoghue. Sambært fleiri altjóða miðlum kann narkobarónurin verða dømdur lívlanga fongsulsrevsing. Hvussu strangan dóm hann fær verður kunngjørt í juni í ár. Síðani november í fjør hevur ákærin kallað inn 56 familjulimir, handils tilknýti, kolumbiskar kokain framleiðarar, smuglarar, leigudrápmenn, bókhaldarar og hjákonur. Mest sum øll hesi 56 hava sitið í fongsli í USA, og tey vóna helst, at samstarvið við amerikanska ákærumyndugleikan um at búra Guzman inni, fer at geva teimum linari revsing, skrivar AP tíðindastovan. Longu sum tannáringur fekk hann sín egna marihuana akur, og sama við brøðrum og systkinabørnum sínum helt hann leiðina fram og arbeiddi seg upp á toppin í krimminella undirheiminum. Tá kokain framleiðarar í Kolumbia síðst í 80 unum fóru at senda vørur sínar gjøgnum Meksiko, gjørdist Guzman serfrøðingur í at grava tunnlar frá Meksiko til USA. Samferðslumálaráðið hevði ikki stundir at fyrireika lógaruppskotið um mismun og javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum, tí uppskotið skuldi í løgtingið í hesari tingsetuni. Tað sigur Heðin Mortensen, landsstýrismaður, í svari til Jógvan á Lakjuni, løgtingsmann, sum spurdi um uppskotið um lóg, sum skal banna mismuni og tryggja javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum. Men av tí, at Samferðslumálaráðið hevði nógv mál í heyst, varð uppkastið ikki gjørt, og fylgibólkurin tí heldur ikki kallaður á fund. Eftir drúgvt orðaskifti, tá triðja viðgerð var í tinginum í gjár, varð lógin um varskógvaraskipan hjá teimum, sum arbeiða hjá tí almenna, samtykt í gjár. Lógaruppskotið fekk 12 atkvøður fyri og 11 vóru ímóti. Andstøðan í tinginum mælti staðiliga frá at samtykkja uppskotið. Varskógvaraskipanin varð kallað ein smettaraskipan. Hon er bæði óneyðug og ódámlig, søgdu andstøðufólk. Landsstýrið heldur, at í ávísum førum eiga vanligu krøvini um grundaðan illgruna fyri at kunna áleggja tilhald fyribils at verða linkað. Ætlanin er, at nýggja heimildin hjá fútanum um at taka fyribilsavgerð um tilhald, ella frástøðuboð, skal hava sama rættarvirknað sum vanlig frástøðuboð eftir tilhaldslógini. Tað var heppið, at fólkaskaði ikki varð, tá skalvalop rakti fleiri hús og bilar í grønlendska býnum, Qaqertoq, mánadagin, sigur føroyingur í býnum. Løgreglan sigur, at tað kann loypa aftur. Henrik Thygesen hevur óttaherðindi. Angist, sum kemur brádliga og skapar vanlukkutankar inni í høvdinum og kann gera, at fólk kenna seg sera illa ikki einans sálarliga, men likamliga eisini. Heilaserfrøðingurin og sjónvarpsmaðurin Peter Lund Madsen fer heim til Henrik at kanna, hví hann fekk angist og hvat kann gerast at veita honum linna. Í trimum sendingum hittir Peter Lund Madsen fólk, sum hava lagt ov stórt trýst á heilan og goldið dýrt fyri tað. Boðskapurin er sera greiður. Minst til at lata heilan fáa frið og hvíld viðhvørt. Vit dálka øll. Veðurlagsbroytingarnar eru ein veruleiki og eisini ein trupulleiki. Men hvat eiga vit at gera við trupulleikan, og hvat kunnu vit gera Í morgunsendingini í morgun vóru Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, og Jacob Vestergaard, tingmaður fyri Fólkaflokkin, í útvarpsstovuni og skiftu orð um, hvat tey halda, at vit í Føroyum eiga og kunnu gera fyri at grønka Føroyar. 19 ára gamli sangarin Maximillian er eitt av teimum stóru stjørnuskotunum innan danskan tónleik og kann vænta sær eina spennandi karrieru , men hjá Maximillian snýr tað seg ikki einans um karrieru, men eisini at savna familjuna Pápi Maximillian, Jørn, koyrir á fyri at fáa sonin fram í verðini, men kanska er tíð uppá, at Maximillian fer úr reiðrinum og roynir at standa á egnum beinum. Tað eru fleiri yngri sum eldri sum vilja gera alt fyri at fáa so nógv likes og fylgjarar á sosialu miðlunum sum møguligt. Men hvussu fær man nógv likes og nógvar fylgjarar Í góð tvey ár hevur Kirstin Vang lagt náttúrumyndir av Føroyum út á Instagram, og hetta hevur í dag skaffað henni knappar 42.000 fylgjarar. Kirstin Vang sigur, at tað er umráðandi, at ein miðsavnar seg um eitt evni ella ein stíl. Eisini er umráðandi, at ein leggur mynd út javnan og so eisini hugsar um at leggja myndina út eitt ávíst tíðspunkt á degnum. Harafturat sigur hon, at eitt gott netverk er altavgerandi fyri at klára seg væl á sosialu miðlunum. Sjálvt um Instagram hevur givið henni fleiri arbeiðsmøguleikar, hevur tað tó eina skuggasíðu at vera so vælumtóktur á sosialu miðlunum. Tí kreativiteturin og litinskapurin minkar og veksur, og tað kann vera trupult at varðveita popularitetin, tá íblásturin ikki er til staðar. Í støðuni ræður um at síggja, hvat slag av álopsmanni talan er um. Í nógvum førum ber til at fyribyrgja álopi, um tú dugir at brúka tær sálarligu snildirnar. Allar kvinnur, og allir menn, eiga at duga sjálvverju, heldur Noomi Kunoy Heradóttir. Hon leggur aftrat, at tað eisini átti at verið frálæra í sjálvverju í skúlaskipanini. Tilsamans 23 starvsfólk á Posta fingu fyri stuttum at vita, at tey antin eru uppsøgd ella skulu niður í tíð. Orsøkin er minkandi postur og umleggingar í postvirkseminum. Uppsøgnirnar skuldu fremjast í verki 31. januar við gildi frá 1. februar. Fyrstu starvsfólkini høvdu fingið handað uppsagnirnar, tá leiðslan brádliga kúvendi og tók uppsøgnirnar aftur. Varslingin kemur umleið hálvan januar, tá álitisfólkini á Posta fáa boð frá leiðsluni um umfatandi broytingar, sum mugu gerast inni á Posta, tí minni av posti er at bera út. Umleggingarar hava við sær, sambært leiðsluni, at níggju starvsfólk skulu sigast úr starvi, og 14 onnur starvsfólk skulu setast niður í tíð. Fyrstu starvsfólkini verða rópt inn á skrivstovuna og fáa har handað uppsagnarbræv. Uppsøgnin kemur í gildi dagin eftir, tað vil siga pr. 1. februar at rokna. Onnur fáa boð um at tey skulu niður í tíð, somuleiðis frá 1. februar at rokna. Løtu seinni verða somu starvsfólk aftur rópt inn á skrivstovuna. Nú er vent í holuni uppsøgnirnar verða tiknar aftur, eru suspenderaðar. Tey, sum fyrr um morgunin eru uppsøgd, fáa at vita frá leiðsluni, at ætlaðu umleggingarnar inni á Posta eru ikki góðkendar á hægri stað enn. Og tí mugu tær bíða. Útvarpið hevur tosað við fólk, sum vóru í hesi støðuni. Tey vildu ikki gera samrøðu í gjár men greiða frá og vátta, at soleiðis fór tað fram. Henda sama hósdagin 31. januar er Poul Michelsen, landsstýrismaður í Vinnumálum, staddur í London fyri at skriva undir fríhandilssáttmálan við Bretland. Ein góðan mánað frammanundan, hin 19. desember, hevði landsstýrismaðurin fingið heimild frá Løgtinginum at einskilja almenna Posta. Sambært Poul Michelsen fer sonevndi einskiljingarbólkurin tað eru løgmaður, landsstýriskvinnan í fíggjarmálum og landsstýrismaðurin í vinnumálum, umframt løgmansstjórin og báðir aðalstjórarnir at umrøða einskiljingar tilgongdina av Posta á fundi seinni í vikuni. Tá verða møguligar broytingar og tillagingar á Posta eisini umrøddar, sigur hann. Joel Undir Leitinum, stjóri á Posta, vil ikki gera stórvegis viðmerkingar til málið. Hann vil ikki svara spurninginum, hví leiðslan á Posta handar fólki eitt uppsagnarbræv fyri síðani at annulera uppsøgnina løtu seini. Joel Undir Leitinum sigur tó somikið, at Posta hevur biðið Vinnumálaráðið um loyvi at broyta treytirnar fyri útbering, umframt aðrar broytingar í konsessiónini. Og Joel Undir Leitinum váttar, at nakrar av uppsøgnunum, sum vórðu varslaðar í januar, eru treytaðar av hesum loyvinum úr Vinnumálaráðnum. Vit gera hesar broytingar fyri at fáa raksturin at hanga saman, sigur Joel Undir Leitinum, sum annars ikki vil gera viðmerkingar til málið. 1481 hús standa tóm í Føroyum, vísa tøl hjá Kommunufelagnum. Á Sandi standa 77 av 270 húsum tóm, og tað merkist fíggjarliga hjá kommununi. Friðingarnevndin í Sandoyar sýslu hevur góðkent verkætlanina við smáum broytingum. Arbeiðið er klárt at byrja, men byrjað verður ikki, fyrr enn øll loyvi eru fingin, sigur Fríðrik Heinesen, verkætlanarleiðari. Bergholið til Dals verður 2.200 metrar langt og átta metrar breitt. Níggju milliónir krónur eru í fíggjarlógini fyri 2019. Tað er helst nóg mikið í ár til at byrja arbeiðið, heldur Fríðrik Heinesen. Men skal bergholið verða liðugt um fýra ár krevjast 20 milliónir krónur um árið. Fæst tann játtanin, varar arbeiðið í fýra ár og kostar 75 til 85 milliónir krónur. Er heimurin í dag vorðin eitt frísinnað paradís á jørð, ella hava vit púra gloymt ta kristnu moralsku kumpassina Tað fara kjakararnir Adam Holm og Eva Selsing at kjakast um. Hesaferð er moralska tvístøðan Skal revsing fyri brotsverk hevnast sum í bíbliuni eyga fyri eyga og tonn fyri tonn Ella snýr tað seg um at gera brotslig til betri menniskju Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum, finst hvassliga at handfaringini hjá leiðsluni á Posta í samband við ætlaðu bygnaðarbroytingarnar á stovninum. Ætlanin varð at siga upp ella seta 23 starvsfólk niður í tíð, og hesi høvdu fingið fundarboð 31. januar. Tá fýra uppsagnir vóru givnar, steðgaði Posta tilgongdini. Hini náddu ongantíð at koma á fund. Løtu seinnu vórðu uppsganirnar tiknar aftur eftir boðum úr Vinnumálaráðnum. Hoyr meira í innslagnum her. Sáttmálarnir millum Reiðarafelagið og Fiskimannafelagið, Skipara og Navigatørfelagið og Maskinmeistarafelagið eru sagdir upp og fara úr gildi 1.apríl. Trætan er, um gjøldini, sum reiðarar rinda, tá teir keypa kvotur á uppboðssølu, er loyvdur frádráttur, tað vil siga um fiskimenn skulu rinda part av hesum gjøldum. Tað halda reiðarar. Bæði tølini eru størri enn í 2017. Men bæði í Sandoyar sýslu og í Suðuroyar sýslu minkaði fólkatalið í fjør, ávikast 0,9 og 0,4 prosent. Størstur er vøksturin í Tórshavnarøkinum og í Eysturoyar sýslu, ávikavist 2,3 og 2,2 prosent. Tað er størri vøkstur enn miðalvøksturin í landinum, sum var 1,7 prosent. Hagstovan sigur, at rokna vit fráflytingina samanborna við fólkatalið, hevur hon ongantíð verið minni tey síðstu hálvthundrað árini, sum Hagstovan røkkur aftureftir í hagtalsgrunninum. Vit hoyra Andrass Hansen skipa Gøtuskegjar í Eysturoyar Dansifelag. Fólk á Velbastað fara upp á gólv við Frú Ingeborg, Tróndur við Á skipar. Eysturoyingar kvøða Steppitáttin í dansi í Skálafirði. Langabbi Kristians, Niklas hjá Palla, sum var úr Skopun, yrkti Steppitáttin í 1918. Skjøn Anna er heiti á vísu, sum Jógvan Pætur Gilstein skipar í Klaksvíkar Dansifelag. Danska vísan, Fisken tager sin føde i vand, varð kvøðin í brúðleypum áður, og onkuntíð verður hon enn havd á gólvi. Vit hoyra Poul Gregersen skipa vísuna í dansi í gøtu. At enda skipar Ludvig við Stein Engang det sig nu hændte í Eysturoyar Dansifelag. Tina Müller kannar, hvørjar matvørur kunnu halda sær longur, enn seinasti brúksdagur sigur. Og so hyggur hon nærri at, hvussu vit sleppa undan fellunum, sum fáa okkum at brúka meira pengar, tá vit keypa. Maria hevur verið sjúkrameldað og vil aftur á arbeiðsmarknaðin. Hon stríðist við tað fíggjarliga og ringu samvitskuna mótvegis børnunum. 61 ára gamli Anders hevur leingi verið arbeiðsleysur, men heldur, at hann framvegis kann gera nyttu. Skrivstovan í rnsk ldsvik vil verða besti arbeiðsávísingarstovnur. Stjórin Per bjóðar fleiri serkønum inn at bøta um fyritøkuna. Fleiri veikleikar eru í skipanini. Ein stórætlað føroysk krimi sjónvarpsrøð TROM, sum filmshøvundurin Tórfinn Jákupsson hevur skrivað, hevur fingið góða móttøku á filmsfestivalinum Berlinale, sum er í hesum døgum. Vit hava tosað við Tórfinn Jákupsson. Herfyri fekk fjøllistamaðurin Archibald Black Listavirðisløn Nólsoyar Páls. Vit vóru á gátt á Biskupsstøðgarðinum fyrrapartin, har vit fingu eitt prát við Archa um eitt nú garð og Nólsoyar Páll. Í morgin letur unga listakvinnan Anni Djurhuus Øssursdóttir upp listaframsýning í Ostahúsinum í Havn. Vit hava hitt ungu listakvinnuna. Fríggjakvøldið fekk sangarin, tónleikarin og sangskrivarin Lea Kampmann Gávugóðs Thorvald av Steinum. Lea kemur á gátt miðskeiðis í sendingini. Eisini fer bókmentafrøðingurin og rithøvundurin Jógvan Isaksen at ummæla yrkingasavnið Sól skein sunnan yrkingar og týðingar í úrvali, sum Aleksander Kristiansen lat úr hondum herfyri. Murakami er japanskur rithøvundur. Mette Holm, sum hevur týtt japanska høvundan til danskt, og Pauli Nielsen, sum hevur týtt hann til føroyskt, fara at umrøða skaldskap Murakami og hvørjar avbjóðingar eru, tá hansara skaldskapur skal týðast til onnur mál. Tú kanst hoyra sendingina her Serliga dramatiskt var tað móti endanum, tá H71 hevði møguleika at javna, men Viviann Petersen bjargaði brotskastinum frá Maritu Mortensen. Tey heita á May um at longja limaskapin hjá Bretlandi í uniónini fyri at fáa meiri tíð at samráðast um treytirnar fyri framtíðar viðurskifti millum ES og Bretland. Far May ikki góðkent eina skilnaðaravtalu í bretska parlamentinum innan 29. mars, noyðist hon at taka støðu til, um brexit skal útsetast ella um Bretland skal fara úr ES við ongari avtalu. Sendiharrarnir ávara um, at verandi politikkur hjá forsætisráðharranum fer ikki at geva Bretlandi eitt gott exit úr Evropisku Uniónini, men fer heldur at føra við sær áralangar samráðingar. Í dag hittast bretsku parlamentslimirnir aftur í Undirhúsinum fyri at kjakast um, hvussu Bretland skal fara úr ES. Her fer stjórnin at mæla til, at halda fram á somu kós, sum meiriluti í Undirhúsinum atkvøddi fyri 29. januar. Tá varð avgjørt, at stjórnin skal royna at samráðast av nýggjum við ES um partin av avtaluni, sum snýr seg um Norðurírland, skrivar Ritzau. Skráin var longu gjørd, tá nevndin fekk málið um bergholið til Dals, sigur formaðurin í Yvirfriðingarnevndini, Henrik Møller, sorinskrivari. Bergholið til Dals er stórt mál, og nevndin fer í Sandoynna at kanna umstøðurnar í Húsavík og í Dali, á ein ástaðarfund, tey rópa. Yvirfriðinganevndin plagar at hava fund síðst í mánaðinum, so í hvussu so er ein góður mánaður gongur, til Yvirfriðingarnevndin fer at viðgera bergholið til Dals. Friðingarnevndin í Sandoyrar sýslu hevur góðkent verkætlanina. Eingin kæra kom um hana. Men Yvirfriðingarnevndin skal kortini viðgera málið. Yvirfriðingarnevndin viðger øll slík mál, sama um kærur eru ella ikki. Nevndin segði síðst í september í fjør, at tað er í lagi at gera berghol til Fámjins. Evropiska verksmiðjan, sum ger Airbus flogfør, gevst við at framleiða Airbus A380 flogførini, sum er heimsins størsta ferðafólkaflogfar. Tað skrivar felagið í fráboðan í morgun. Avgerðin er tikin, tí arabiska flogfelagið, Emirates, sum hevur heimstað í Sameindu Arabisku Emiratunum, hevur avgjørt at skerja bíleggingina av risastóru flogførunum, sum eru innrættað í tveimum hæddum. Sambært leiðsluni í Airbus, er tí einki grundarlag fyri framleiðsluni. Ætlanin var, at A380 skuldi kappast við vanligu jumbojet 747 flogførini hjá Boeing. A380 er eitt dýrt flogfar, og støddin krevur eisini, at fleiri floghavnir eru noyddar at útbyggja lendingarbreytina og terminalar fyri at kunna taka ímóti flogfarinum. Emirates, sum hevur flest Airbus A380 flogfør og var ein av størstu kundunum, sigur í dag, at tey hava gjørt avtalu við Airbus fyri 21,4 milliardir dollarar, tað svarar til 144 milliardir krónur. Emirates hevur í nýggju avtaluni í mestan mun bílagt onnur sløg enn A380 frá Airbus. Emirates far tó 14 nýggj A380 flogfør fram til 2021, og sostatt eigur Emirates 123 stór flogfør. A380 fleyg fyrstu ferð í 2008, og Airbus hevði stórar vónir til stóru flogførini, sum kunnu taka meira enn 500 ferðafólk. A380 klárar at flúgva 15.700 kilometrar á einari ferð. Fólkatalið stóð í 2018 í stað í Fugloy, Koltri, Skúgvoy og Stóra Dímun. Í Nólsoy komu átta fólk, millum annað tveir nýføðingar, afturat í fjør og eitt fólk flutti til Svínoyar. Í Kalsoynni vóru seks fólk færri 1. januar í ár enn 1. januar í fjør, fimm færri vóru í Hesti og í Mykinesi vóru tvey fólk færri skrásett. Vøkstur í fólkatalinum var í 19 kommunum í fjør. Í hinum 10 kommununum stóð fólkatalið í stað, tað var í Fugloynni, Skúgvoynni og í Fámjin, ella tað minkaði, skrivar Hagstovan. Samanumtikið vaks fólkatalið í Føroyum 883 fólk í 2018. Fólkatalið var 51.371 í Føroyum 1. januar í ár. Nógv fleiri menn enn kvinnur eru í fólkatalsvøkstrinum, samanumtikið 201 maður fleiri. Umboð úr samgonguni sótu til langt út á gjárskvøldið og royndu at fáa politisku kabalina at ganga upp, og sum skilst bleiv semja gjørd um, at Mentamálaráðið fær tvey landsstýrisfólk. Óváttað tíðindi eru um, at Hanna Jensen úr Framsókn verður landsstýriskvinna í undivísingarmálum, meðan eitt av verðandi landsstýrisfólkum hjá Tjóðveldi fær restina av mentanarpartinum, sum fevnir um stjórnaruppgávur, politisku umsitingina og menning. Sum er hevur Hanna Jensen forkvinnusessin í Mentanarnevndini hjá Løgtinginum, og seint í gjárskvøldið vildi Tjóðveldi fegin hava Óluvu Klettskarð í tann sessin, men enn eru tey tíðindini ikki váttað. Kringvarpið hevur roynt at fáa viðmerking frá Akseli V. Johannesen, løgmanni, men hann er á veg av landinum í privatum ørindum, men sum skilst, so skuldi ein fráboðan koma frá honum um nýggju manningina í landsstýrinum. Mentamálaráðið setti í fjør Hjalmar Hansen sum stjóra í nýggja Undirvísingarstýrinum, sum verður verðandi har, sum Mentamálaráðið í dag er, á Hoyvíksvegi í Havn. Hin parturin av mentamálunum skal so halda til í Tinganesi. Tíðindini um politisku kabalina, sum er er gingin upp, eru sum áður nevnt ikki váttað. 270 íleggjarar lýddu á, tá ið Tórfinnur Jákupsson, filmshøvundur, og Jón Hammer, framleiðari, royndu at sannføra serkøn á filmsfestivalinum Berlinale um, at júst teirra verkætlan er verd at stuðla. Berlinale er altjóða filmsfestivalur, sum fer fram í Berlin í hesum døgum. Umframt at ymsar virðislønir verða lætnar, er hetta eisini ein stevna, har nýggjar filmsverkætlanir verða lýstar, samstundis sum roynt verður at fáa fígging ella stuðul. Millum teirra, sum eru í Berlin, er Tórfinnur Jákupsson, filmshøvundur, sum hevur skrivað filmshandritið til TROM, sum er ein føroysk krimi sjónvarpsrøð í átta pørtum. Hon er úrvald millum bara 10 aðrar at vera løgd fyri íleggjarar. Vit vænta, at fyrstu avtalurnar eru upp á pláss innan stutta tíð. Fleiri hildu, at hetta verður tann næsta stóra norðurlendska krimirøðin, sigur Tórfinnur Jákupsson millum annað í hesi samrøðuni úr Berlin. Tórfinnur hevur arbeitt við hesi verkætlanini síðan hann var ungur og arbeiddi á fiskavirkinum í Gøtu. Hann hevur lisið og búð 10 ár í London, men fór aftur til Føroya at fáa verkætlanina til veruleika. Sambært orðabókini, merkir andatak, eitt stutt bil, ein lítil løta. Orðið verður snarað í sendingini, so tað kann merkja at andarnir hava tak á menniskjanum, ella menniskja hevur tak á andunum. Gunnar Nolsøe og Gunnvá Tróndardóttir Hansen hava lagt til rættis. Sambært orðabókini, merkir andatak, eitt stutt bil, ein lítil løta. Orðið verður snarað í sendingini, so tað kann merkja at andarnir hava tak á menniskjanum, ella menniskja hevur tak á andunum. Sambært orðabókini, merkir andatak, eitt stutt bil, ein lítil løta. Orðið verður snarað í sendingini, so tað kann merkja at andarnir hava tak á menniskjanum, ella menniskja hevur tak á andunum. Sambært orðabókini, merkir andatak, eitt stutt bil, ein lítil løta. Orðið verður snarað í sendingini, so tað kann merkja at andarnir hava tak á menniskjanum, ella menniskja hevur tak á andunum. Samgonguflokkarnir eru vorðnir samdir um, hvussu samstarvið verður skipað við sessum og politiskum málum, tað ið eftir er av valskeiðnum, skrivar Løgmansskrivstovan á heimasíðuni. Framsókn fer at umsita skúlamál, tað sum eftir er av samgonguskeiðnum, og fær eitt nýtt landsstýrisfólk. Samstundis fer Tjóðveldi at umsita mentamál, ítróttarmál og kirkjumál. Hesi málsøki fara at verða umsitin av einum av verandi landsstýrisfólkum floksins. Norðurlandamál og vitaverkið verða flutt til Høgna Hoydal at umsita, skrivar Løgmansskrivstovan. Samgongan er samd um, hvørji mál hava stóran týdning at fáa framt, tað sum eftir er av valskeiðnum, sigur Løgmansskrivstovan. Úr rúgvuni kann nevnast, sambært Løgmansskrivstovuni Ætlanin er í næstu viku at hava tíðindafund um politiska arbeiðið restina av valskeiðnum, stendur í fráboðanini frá Løgmansskrivstovuni. Eftir at løgmaður hevur umsitið mentamál í knappan mánað, er politisiska telvingin nú komin á mál. Mentamál verða býtt sundur millum Framsókn og Tjóðveldi. Mentamálaráðið fær altso tvey landsstýrisfólk stutta skeiðið, sum eftir er av valskeiðinum. Tað boðaði Løgmansskrivstovan frá fyri løtu síðani. Høgni Hoydal skal, umframt at umsita fiskivinnumál, eisini umsita mentan, ítrótt, miðlar, kirkju, list og søvnini. Hanna Jensen úr Framsókn skal umsita tann partin av Mentamálaráðnum, sum eitur skúlamál, ella útbúgving og skúla. Hanna Jensen stillaði fyrstu ferð upp fyri Framsókn til Løgtingið á valinum í 2011, tá hon bleiv varafólk hjá flokkinum. Hon varð fyrstu ferð vald á ting við valið seinast, í 2015. Hon hevur til nú verið forkvinna í Mentarnarnevndini hjá Løgtinginum. Løgmaður hevur umsitið mentamál, síðan Rigmor Dam legði frá sær 21. januar eftir at hon var komin í politiskt ódnarveður av óheimilaðari meirnýtlu í sambandi við skúlabyggingina í Marknagili. Mentamálaráðið fær tvey landsstýrisfólk hetta stutta tíðarskeiðið, sum eftir er av valskeiðinum. Tað boðaði Løgmansskrivstovan frá á døgurða. Hanna Jensen úr Framsókn skal umsita tann partin av Mentamálaráðnum, sum eitur skúlamál, og Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, skal umsita mentamál. Soleiðis verða málsøkini býtt Hanna Jensen, skúlamál Høgni Hoydal, mentamál Miðnámsútbúgvingar Kirkjumál Børn og dagstovnar Ítróttur Vaksnamannalæra Mentan Hægri útbúgvingar Miðlar Fólkaskúlin Søvn Gransking List Handilsvinnufelagið er klárt við uppskoti til nýggja avreiðingarskipan til tómar fløskur, so at brúkarar sleppa undan at fara fleiri støð fyri at sleppa av við tær. Í uppskotinum hjá Handilsvinnufelagnum stendur, at umframt at gera tað lættari fyri brúkaran at sleppa av við sínar fløskur, er hetta eisini liður í at verja umhvørvið, tí sølan av eingangsíløtum er vaksandi í Føroyum, og tað er ikki gott fyri umhvørvið. Heilsu og innlendismálaráðið sigur, at arbeiðssetningur er gjørdur, sum tekur útgangstøði í uppskotinum um nýggja pantskipan hjá Handilsvinnufelagnum. Nevnd skal setast at gera tilmæli til landsstýriskvinnuna. ES nevndin hevur tó ikki hug at taka Føroyar við uttan ein umfatandi greining verður gjørd fyrst. Ikki minst vil ES nevndin hava kannað, hvat ES fær burturúr at taka Føroyar við. Danska stjórnin vil framvegis hjálpa Føroyum at sleppa uppi FELO, sigur Ole Birk Olesen. flutningsmálaráðharri, í svari til Føroyanevndina hjá fólkatinginum, sum spurdi fyri Magna Arge, fólkatingsmann. Hetta tekur langa tíð og krevur umfatandi kanning fyri at staðfesta, hvørjar avleiðingar verða, bæði veruligar avleiðingar og fíggjarligar avleiðingar, ikki minst, hvat ES fær burturúr. Føroyar kunnu eisini gera avtalur við lond í ES og hava eisini gjørt slíkar avtalur. Atlantic Airways flýgur til dømis til Spania. Men Uttanríkis og Vinnumálaráðið heldur fast uppá, at Føroyar eru við FELO avtaluni. Og danska stjórnin vil hjálpa Føroyum við tí, sigur Ole Birk Olesen, ráðharri. Tað sigur Hallur H. Djurhuus, ein av stigtakarunum til átakið fyri rættinum at velja kannabis, sum seinnapartin handaði Innlendismálaráðnum neyðugu undirskriftirnar, sum skulu til fyri at stilla upp til valið. Vit eru klár. Vit hava ein einfaldan boðskap Vit vilja hava kannabis út til sjúklingar og í longdini at avkriminalisera, avregulera og legalisera, sigur hann. Hjalmar Zachariassen, sum herfyri gavst við royndunum at fáa skipað nýggja Føroyaflokkin til komandi val, verður valevni hjá Kannabis átakinum. 20 ára gamla Helena Joensen spælir klaver og er ein av mongu luttakarunum til tónleikakappingina Stella Polaris. Stella Polaris er ein tónleika kapping fyri ungar klassiskar tónleikarar, har høvuðsvinningurin er 20.000 krónur. Dagarnar áðrenn kappingina stendur serliga nógv á hjá Helenu, tí nú skal venjast enn harðari. Tó er Helena ikki einsamøll um hørðu venjingina. Unnuasti hennara, Andrias Blaasvær, sum spælir violin, er eisini ein av luttakarunum til kappingina. Umframt at vera hennara stuðul og venjingarpartarni, er hann eisini hennara kappingarneyti. Í sendingini fylgja vit unga parinum dagarnar uppundir kappingina. Nógv verður tosað um íverksetan og nýskapan ella innovatión. Á Glasi er eitt nú júst ein professiónsbachelorútbúgving sett á stovn innan innovatión og íverksetan. Men skeið eru eisini í íverksetan í fólkaskúlanum. Eysturskúlin tók fyri umleið 10 árum síðani stig til íverksetanarbreyt á Nám X. Skúlaleiðslan og skúlastýrið vildi tó menna hetta økið enn meira, tí hevur skúlin nú skeið í innovatión í øllum flokkum úr 5. flokki. Hetta er mennandi, og ein ørðvísi undirvísingarháttur, siga fyriskiparnarnir og lærararnir, Ingi á Smið og Petur Hentze Niclasen. Teir halda at tørvur er á undirvísing í íverksetan í fólkaskúlanum, millum annað tí at hetta er nakað, sum samfelagið spyr eftir. Look North, sum er fyritøka við eini 16 starvsfólkum, framleiðir vørur úr ymsum sløgum av plasti eitt nú kassar til ali og fiskivinnuna, bjálving og flot, gonguristir til aliringar, proppar, inngongur til krabbarúsur, ferðaminnislutir og eisini ger fyritøkan skornar plastlutir, eitt nú búmerkir, jólapynt og aðrar prýðislutir. Eitt sum er serligt við fyritøkuni er, at hon leggur seg eftir støðugt at menna seg og at menna nýggjar vørur. Hetta hevði eisini við sær, at stjórin í fyritøkuni Árni Skaale, gjørdist ársins íverkseti á íverksetanardegnum í 2017. Innovatión er ikki lærugrein í fólkaskúlanum, men millum annað Eysturskúlin hevur lagt seg eftir at undirvísa í nýmenning og íverksetan. Skúlin skipar fyri skeiðum í innovatión fyri 5. 9. flokkarnar, og eisini ber til at taka breyt á Nám X í íverksetan. Vit vóru ein túr á Eysturskúlanum og tosaðu við Inga á Smið og Petur Hentze Niclasen, sum samskipa og undirvísa í innovatión og íverksetan á Eysturskúlanum. Fyritøkan Look North hevur sett sær sum mál at menna fýra nýggjar vørur um árið. Vit hava verið í Klaksvík og tosað við ársins íverkseta 2017, Árna Skaale, stjóra í Look North. Føroyingurin Bogi Eliasen hevur júst fingið altjóða virðisløn fyri sítt arbeiði til frama fyri heilsutøkni á instituttinum fyri framtíðargransking. Vit tosaðu við hann millum annað um, hví hann hevur finguið hesa viðurslønina. Av tí at ivi er um, nær markið er millum abort og deyðføðing, hevur Heilsumálaráðið gjørt vart við markið, sum er ásett í heilsulógini, sum kom í gildi í Føroyum 1.september í fjør. Spurningurin, um talan er um abort ella deyðføtt barn, hevur týdning fyri rættindini hjá kvinnuni eftir føðingina, til dømis í sambandi við barsilsfarloyvi. Verða børn fødd eftir at 22.vika er farin afturum, livandi ella deyð, er talan um eitt barn, sum til dømis skal jarðast og skrivast í kirkjubókina. Morgunblaðið visti at siga fyri slakari viku síðani, at ein íslendskur løgreglumaður fekk 50 daga treytaða fongsulsrevsing í Føroyum. Maðurin varð dømdur fyri harðskap móti einum øðrum manni, sum eisini er úr Íslandi og var í Føroyum og ferðaðist saman við løgreglumanninum. Føroya rættur sigur, at tað er prógvað, at dømdi maðurin gav hinum nevan í hvussu so er tvær ferðir frammaná, so hann fekk skaða í nøsini, og helt jakkan hjá honum fyri andlit hansara. Í fyrstu sendingini ummæla vit ungdómsrøðina Has tag 2019 , ið Maria Winther Olsen hevur framleitt fyri Kringvarpið. Trý ung fólk koma á gátt at hugleiða um, hvussu væl tað hevur eydnast. Eisini hava vit verið í biograf til Unge Astrid við filmsleikstjóranum, Juliu í Kálvalíð, sum ummælari filmin um kenda rithøvundan Astrid Lindgren. Síðst, men ikki minst hava vit miðlafrøðingin og filmglaða mannin, Hermann Eliassen, sum kemur í studio at greiða frá og ummæla forvitnsliga filmin Bandersnatch , sum toymið handan kendu bretsku sendirøðina Black Mirror hevur framleitt. Sagt var, at hetta skipið kundi ikki søkka. Men 30. januar 1959 kom tað í ódnarveður á Kappanum og rendi á eitt ísfjall og bæði skip og manning hvurvu í havsins dýpi. Bert ein bjargingarkransur rak upp á land í Íslandi. Annar stýrimaður umborð var Hans Richard Jacobsen. Eftir honum sótu einkja og tvær smágentur, Richa og Mariann. Richa sigur frá, hvussu tað er at liva við sorgini og sakninum eftir pápa, sum hon ikki minnist. Og hvussu alt lívið broyttist hjá teimum og hvussu tað hevur dánað hennara lív. Landsstýrið hevur nú latið Løgtinginum lógaruppskotið um bústaðapakkan. Tað gjørdu landsstýriskvinnurnar Kristina Háfoss og Eyðgunn Samuelsen. Landsstýrið hevur arbeitt við einum bústaðapakka við ymiskum átøkum, sum ætlandi fara at bøta um støðuna á bústaðamarknaðinum og minka um trotið á bústøðum. Landsstýrið hevur mett, at brúk er fyri 600 bústøðum afturat teimum, sum nú eru í gerð. Parturin hjá tí almenna eru tær 200 íbúðirnar hjá Bústøðum. Nógv gransking og nógvar kanning eru, sum næstan ikki síggja dagsins ljós. Ritgerðir, sum standa á onkrari hill onkra staðni, og sum bara verða lisnar av heilt fáum. Í morgunsendingini hava vit gjørt av at taka ymiskar ritgerðir av hillunum og fáa fólk, sum hava granskað og kannað ymisk at greiða okkum frá síni vitan. Guðrun Winther, sum er lívfrøðingur, og sum júst hevur vart sína ph.d. ritgerð, greiðir frá síni gransking. Hon hevur kannað, hvørja ávirkan fiti og yvirvekt kunnu hava á menningina av heiilanum hjá barninum í móðurlívi. Hon hevur lisið á Translation Neuropsychiatry Unit á rhus universiteti. Húsarhald í Føroyum á teimum størru plássunum fara í framtíðini at fáa postin bornan til dyrnar tvær ferðir um vikuna, og ikki tríggjar ferðir, sum higartil. Helvtin av húskjunum á teimum størru plássunum fer at fáa post mánadag og mikudag, meðan hin helvtin framyvir fær post týsdag og hósdag, boðar Posta frá í morgun. Talan er um eina tillaging til ta støðugu talgildingina av brøvunum. Broytingin tryggjar Posta framhaldandi lønsemi í postútberingini, stendur í fráboðanini. Umsókn, sum varð latin Vinnumálaráðnum, er nú góðkend, og broytingin kann setast í verk. Broytingin er neyðug, tí virksemið má tillagast, sigur Posta. Í samband við tillagingarnar eru góð 11 ársverk spard burtur. 23 starvsfólk á Posta fingu herfyri at vita, at tey annaðhvørt skuldu sigast úr starvi ella niður í tíð. Uppsøgnirnar skuldu fremjast í verki 31. januar við gildi frá 1. februar. Fyrstu starvsfólkini høvdu fingið handað uppsagnirnar, tá leiðslan brádliga kúvendi og tók uppsøgnirnar aftur. Posta miðar eftir, at góðskan á útberingini verður óbroytt, hóast útberingin verður skerd, tí stórt sæð eingi brøv hava verið í útberingini fríggjadag síðstu árini, sigur Posta. Áhugin fyri konsertini er ovurhondsstórur, og hon bleiv útseld alt fyri eitt. Ólavur Jakobsen fegnast um, at tað eydnaðist at keypa atgongumerki á Rótikassanum á Facebook. Óli Jacobsen var formaður í Fiskimannafelagnum meir enn ein mansaldur. Hann varð føddur í Danmark undir krígnum. Pápin Vilhelm úr Tjørnustovu í Norðragøtu og mamman Malla hjá Pola Skó makara í Havn fóru niður í 1938. Giftust í 1942, settu búgv í Kalundborg, har Óli varð føddur í 1943. Flutt varð til Keypmannahavnar og í 1950 til Føroya, sum var eitt stórt umskifti. Óli dugdi ikki at tosa føroyskt. Fór í skúla við Gøtugjógv, og var síðani til skips nøkur ár. Var á fiskivinnu háskúla, tók ymisk skeið í Danmark og Onglandi. Í 1966 varð hann valdur sóknarformaður í FF. Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnu og mentamálum um at lógin um innlit í fyrisitingina skal ikki galda fyri umsóknir til menningarkvotur og fylgiskjøl. Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum bíðar enn eftir skipanaruppskotinum um barnaheimið, sum skal byggjast í Hoyvík. Skipanaruppskotið er næsta stigið eftir byggiskránna. Sambært tíðarætlanini skal Barnaheimið handast Almannamálaráðnum 12. november 2021. Tilboðini skulu latast upp 10. januar næsta ár. Annars hevur Fíggjarnevndin júst fingið at vita, at barnaheimið verður 20 milliónir krónur dýrari enn mett, og sostatt verður kostnaðurin ikki 65 milliónir krónur., men 85 milliónir. Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, sigur, at sambært Landsverki er orsøkin til hækkingina fyrst og fremst, at fermetraprísurin er hækkaður, at talið á neyðugum fermetrum er vaksið, og prísurin fyri lendið, sum skal keypast frá Tórshavnar kommunu, er eisini hækkaður. Hann sigur, at einki skipanaruppskot er gjørt, hóast bæði Landsgrannskoðanin og fíggjarnevndin eru samd um, at skipanaruppskot skal verða gjørt, áðrenn uppskot verða latin Løgtinginum. Lógaruppskotið um Barnaheimið varð lagt fram 20.september í fjør. Tað fekk fyrstu viðgerð 23.oktober, og varð síðani beint í Fíggjarnevndina. Í desember 2017 legði Eyðgunn Samuelsen eitt líknandi lógaruppskot fyri Løgtingið, sum gav landsstýriskvinnuni heimild at byggja barnaheim fyri 60 milliónir, sum kostnaðurin varð mettur at vera tá. Men tað uppskotið datt burtur, tá tingsetan 2017 endaði. Eg blívi ofta spurdur um hatta Er tað ikki skítsvakt og farligt Eg plagi at svara, at tað er skítfarligt, men um tú veitst, hvat tú gert, so er tað slett ikki farligt Livar Nysted, sum hevur fimm heimsmet í havrógving, fer enn einaferð um hav. Hesaferð púra einsamallur. Hann skal rógva úr Gran Canaria yvir til Antigua í Karibia. Hoyr samrøðuna við Livar, sum eisini tosar um, hvat tað krevur at fara um hav, og so umrøður hann eina hending, tá ið hann sum smádrongur mundi druknað. Um Carsten Rasmussen, sum small um fyri hálvum øðrum ári síðan, tí hann var strongdur. Kroppurin ávaraði um ein alt ov strongdan gerandisdag. Heilaserfrøðingurin og sjónvarpsmaðurin Peter Lund Madsen vitjar Carsten og roynir at fáa greiðu á, hvørjum hann varð strongdur av og gav honum góð ráð um ein gerandisdag uttan strongd. Boðskapurin frá Peter Lund Madsen er Minst til at geva heilanum hvíld inn ímillum. Hósdagin 14. februar letur pop up framsýning við 22 ára gomlu listakvinnuni Anný Djurhuus Øssursdóttir upp í Ostahúsinum í Havn við heitinum, Góða dreymadagbók. Framsýningin, sum bert er opin tveir dagar, hósdagin og fríggjadagin tekur útgangsstøði í dreymum, listakvinnan hevur haft, og sum hon hevur arbeitt við at skriva niður og týða. Í tekstinum til framsýningina skrivar Anny Góða dreyma dagbók, góði mánamaður, góðasta sjúka ketta, góða fitta omma. Takk fyri eina hugnaliga nátt í góðum vertskapi. Takk omma, fyri blóðpylsu og temunn omaná. Tað var deiligt at sita úti á altanini og práta og telja stjørnuskot. Góða ketta, eg helt tú hevði latið lív. Minst til ráðið mánin gav tær Ansa eftir teimum longu gjøgnumskygdum klónum, tær brotna læt. Tú sært betri út nú, enn tá tú vart meira livandi. Men ikki er tað bert dreymir, Anny arbeiður við. Eisini heksakynstur og kvinnulív og lagna eru evni, hon arbeiður við, og sum hugtaka hana. Hoyr innslagið her Petra er við barn Og hóast hon er lukkulig, er tað eisini ræðandi. Hon hevur endiliga funnið kærleikan, og nú stúrir hon fyri, at parlagið hjá henni og Asbjørn kann broytast til tað verra, tá tey verða foreldur. Petra hevur varhuga av, at hon verður ein ræðulig kona, sum fer at skelda Asbjørn og styggja hann burtur. Tí hevur hon bjóðað Asbjørn við til parterapi, so tey kunnu tryggja parlagið í nýggja gerandisdegnum. Disco íkom í 70 árunum, bæði sum eitt tónleikaslag og stakmentan, sum serliga spratt úr gay og afroafrikanska umhvørvinum í New York og San Fransisco. Kári Jacobsen, sum er útbúgvin á kongliga konservatoriinum í Keypmannahavn greinar DISCO í sendingini Nón, sum hevði temadag um hetta serliga tónleikaslagið og mentanina, sum hvarv líka brádliga, sum hon kom í. Norðingur var á veg á fiskileið, tá Karsten N. Jespersen, sum loysti skiparan av, kendi seg ikki væl og bað skiparan koma aftur á brúnna. Páll Róland Petersen og Mikael Dalbø góvu Karsteni N. Jespersen hjartamasasju, meðan manningin gjørdi klárt at taka í móti tyrluni og fekk Karsten N. Jespersen á eitt teppi og út á dekki, tá tað vísti seg, at tað ikki bar til at fáa børuna inn í stýrhúsið. Tað er Reyði krossur, sum velur Ársins fyrstihjálpara, og tað var gjørt í hølunum hjá Reyða krossi á Bryggjubakka klokkan trý seinnapartin. Triðja innslag snýr seg um synth wave ein tónleikasjangra, sum byggir á filmstónleik frá 80 unum. Harald í Kálvalíð hevur upptikið nakað líknandi. Er heimurin vorðin eitt frísinnað paradís á jørð, ella hava vit púra gloymt ta kristnu moralsku kumpasina Tað skulu kjakararnir, Adam Holm og Eva Selsing, skifta orð um. Hesaferð á gynækologisku deild á Herlev Hospitali um fosturtøku. Skal kvinnan ráða yvir sínum egna kroppi og sleppa sær av við óynskt fostur Ella er alt lív heilagt, tá tað er gitið Altjóða disco bylgjan var í hæddini hetta árið í 1979, og Jørgin Dahl og Hjarnar nýttu hetta kryddið meira enn einaferð í sínum tónleiki. Fyrrverandi bankastjórin, Janus Petersen, og blóðreyði Frændur gittaristurin, Rani Nolsøe, hava saman við øðrum kastað saman um at heiðra Chuck Berry. Í kvøld klokkan 20 skipar Bank Nordik fyri konsert í høruðssæti bankans í Havn. Á pall trína bólkarnir Marius og Frum. Tað serliga við konsertini er, at málbólkurin er ung millum 18 og 28 ár. Vikuskiftissendingin var á gátt at fregnast um hetta. Vit spurdu millum annað um, hvørt hetta ikki er at gera mun á fólki, tá man nú so neyvt fer út eftir einum ávísum aldursbólki. Thurid Arge, rakstrarstjóri í Bank Nordik, sigur, at, ja, tiltakið er serliga fyri hendan málbólkin, men at øll kortini eru vælkomin. Hon leggur afturat, at bankin hetta kvøldið ikki hevur nakað bankafakligt á skránni endamálið er bert at skipa fyri eini hugnaløtu fyri ung við glæsiligu hølum bankans sum karmi , sigur Thurid Arge vegna Bank Nordik Teir stóru føroysku bankarnir mugu spenna beltið, meðan Norðoya Sparikassi eftir øllum at døma sleppur undan herdu krøvunum til føroysku peningastovnarnar. Bank Nordik fýlist á hetta, og heldur at krøv verða sett av myndugleikunum, uttan at føroysku peningastovnarnir verða spurdir eftir 9 fólk eru søgd upp á Posta, og 14 eru farin niður í tíð. Vinnumálaráðið hevur nú góðkent broytingarnar í loyvinum hjá Posta. Men tilgongdin til uppsagnirnar var óheppin, sigur landsstýrismaðurin í Vinnumálaráðið, tí Posta fór undir at uppsagnartilgongdina áðrenn endaligt loyvi var givið úr Vinnumálaráðnum. Byggiverkætlanir hjá tí almenna koma ov tíðliga til góðkenningar í løgtinginum, og tí er vandi fyri, at tær verða samtyktar á skeivum grundarlag og Barnaheimið er eitt dømi um hetta. Tað sigur Ruth Vang, næstforkvinna í fíggjarnevndini hjá løgtinginum. Hvat gert tú, um tú verður álopið av einari puma, meðan tú ert úti og rennur ein túr Travis Kauffman úr statinum Colorado í USA gjørdi ikki mætari enn at drepa pumuna við nevunum. Tað verður nú leygarkvøldið, at Føroya Symfoniorkestur fer at framføra 9. symfoni hjá Ludwig Van Beethoven. Vikuskiftissendingin hevur hitt dirigentin Bernhard Wilkinsson fyri at fregnast um, hvussu gingist hevur við venjingunum. Bernhardur letur væl at, hóast hann sannar, at symfoniin er sera torfør at spæla. Serliga eru tað strúkararnir, sum eru truplir, tí tað eru so nógvar smáar finessur, sum spæla undir temanum. Hóast nógv fólk luttaka í symfoniini, er umráðandi, at øll smáting sita perfekt, tí, sum Bernhardur sigur, so er verkið skrivað soleiðis, at allar detaljur hoyrast rættiliga væl Hóast politisk lyfti, so eru framvegis eingir pengar settir av til at lofta teimum tíggju ungfólkunum, sum stríðast við umfatandi sálarligar, sosialar og rúsevnistrupulleikar. Landið hevur svikið tey allarveikastu í samfelagnum. Landsstýrisvkvinnan funnið fígging Landsstýriskvinnan í almannamálum sigur í skrivligari viðmerking, at hóast tað ikki eydnaðist at fáa játtan til verkætlanina á fíggjarlógini, so hevur hon kortini sett stýrisbólkin, sum í dag velur toymið, ið skal lofta teimum ungu. Arbeitt verður eisini í løtuni av øllum alvi at finna eini hóskandi hús til tey, ið mangla bústað, sigur Eyðgunn Samuelsen millum annað í viðmerking. Tað var ikki gamalt, men nú er tað galdandi. Og stendur tað til Rógva Laksáfoss sjálvan, so heldur hann, at fleiri pápar skulu gera sum hann. Tá Rógvi og unnustan fingu triðja barnið, tað var eftir at tey vóru komin heim, gjørdu tey av, at hann skuldi taka tríggjar teir seinastu mánaðirnar av farloyvinum. Fyrst í mars skipar Tórshavnar Kommuna fyri sokallaðum Tórskvøldi í Aalborg. Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, skal greiða útisetum frá um gongdina í høvuðsstaðnum. Leiðarin á KT deildini, tekniski stjórin og dygdarmennarin í Heilsu og umsorganartænastuni umframt fólk frá Hugskotinum og íverksetarar taka eisini lut. Annika Olsen, borgarstjóri, og onnur í Tórshavnar kommunu fara fyrst í mars til Danmarkar at hitta útisetar á Tórskvøldi í Aalborg, sum tað verður nevnt. Borgarstjórin veit ikki neyvt, hvat ferðin kostar skattgjaldarunum, men hon heldur, at slík tiltøk eru neyðug íløga í framtíðina hjá kommununi. Professarin í psykiatri universitetinum í Oxford, Andrea Cipriani, sigur við bretska blaðið The Telegraph, at heilin er ógvuliga viðkvæmur í tannáringaárunum og eisini at hassjið seinastu árini eru blivið sterkari enn tað var fyrr. Andrea Cipriani sigur eisini við bretska dagblaðið The Guardian, at tað eru lutfalsliga nógv ung fólk, ið roykja hassj, og heilsupolitiskt eigur sjóneykan at setast á trupulleikan. Soleiðis siga møðgurnar Marju og Ann Mari Petersen, sum í nógv ár hava starvast innan dagstovnaøkið. Leygardagur spurdi tær nakrar spurningar um leiklutirnar sum pápar og mammur hava, tá tað snýr seg um samstarvið við stovnin, um matpakkar og flættur. Soleiðis siga tey í panelinum hesaferð við eina damu, sum heldur at ein vinur dámar seg, og heldur at ein vinkona verður kedd av tí. Bíða til tú veitst við vissu, áðrenn tú gert nakað við tað, siga okkara vísu panelluttakarar. Eisini er eitt bræv frá einari kvinnu, sum hevur mist seg sjálva burtur, tí maðurin hevur verið ótrúgvur, ein tvístøða um børn og ítrótt og ein sms spurningur um heimabúgvandi børn, sum eru vorðin 18 ár. Skulu tey taka lut og skulu tey rinda fyri uppihald Í panelinum hesaferð eru Jana Mortensen, Janus Poulsen og Helgi Abrahamsen Størsta einstaka upphædd varð latin til bólkin Tvazz við Gunnvá Zachariassen, ið arbeiðir við skaldsøguni Ó søgur um devulskap eftir Carl Jóhan Jensen. Tey fingu 150 túsund krónur. Tilsamans komu 12 umsóknir inn og søkt var tilsamans um 1.7 milliónir krónur. Átta vórðu valdar út og 650.000 túsund krónur latnar, ið eisini er játtanin til yrkisleiklist. Tað er Leiklistaráðið, sum viðger umsóknirnar og ger tilmæli til landsstýrismannin sambært lógini um Tjóðpall Føroya og stuðul til yrkisleiklist. Endamálið við játtanini er at menna yrkisleiklistina, og stuðul kann latast feløgum, bólkum og einstaklingum, ið reka yrkisleiklistaligt virksemi, til leikrit, tónasmíð, leikstjórnan, framførslur, keyp av útbúnaði, verkætlanir, skeið, keyp av sakkønari hjálp og annað leiklistavirksemi. Seinastu vikurnar eru fleiri elektroniskir valteljarar og nógv valkort oyðiløgd, eins og skrivstovur hjá valnevndini í Nigeria eisini eru oyðilagdar. Meðan bólkar sum Mammur á Facebook hava yvir 5000 limir, vóru einans 80 limir í bólkinum Pápar í Føroyum í síðstu viku. Hví mann tað vera so, spyrja vit Rúna Nielsen, sum vitjaði í beinleiðis Leygardagssendingini í útvarpinum. Jóhan Magnu Gunrim, ið fyrr varð nevndur Jóhan Magnus Kristiansson Olsen, er kanska best kendur fyri sína tulking av jólasanginum, Kvirra um fjøll og fløtur . Also hevur seks ára føðingardag í dag, og tað setir dám á fyrra part av sendingini, har vit práta við Solby Christiansdóttir og Armgarð Arge, sum vóru vertir í sendingini frá byrjan. Eisini eitt annað føðingardagsbarn koma í ljósmála í dag, tá Fríða vann kappingina um at gita føðingardagssangir. Undir evninum pápar práta vit við ein pápa, sum er sjómaður, og við dóttur hansara, vit fara á gátt hjá einum manni, ið var leingi heima í barnsburðarfarloyvi, og hjá einari kvinnu, sum ongantíð hevur kent pápa sín. Eisini spyrja vit inn til facebookbólkin Pápar í Føroyum og kanna um munur er á mammum og pápum, tá tað snýr seg um sambandið við dagstovnin. Í útvarpsstovuni eru Elin Michelsen og Eyðfinn Jensen, meðan Sveinur Tróndarsson og Sissal Kampmann hava verið úti við mikrofonini. Fróði Danielsen, Jógvan Páll Joensen og Kristmund Johannesen, sum hava sitið í Starvsnendini seinastu fýra árini, stóðu fyri vali. Teir blivu allir afturvaldir. Afturvaldu nevndarlimirnir siga, at teir fara millum annað at arbeiða fyri at fáa fleiri børn og ung at spæla fótbólt, at lyfta dómarastøði og at styrkja umsitingarnar úti í feløgunum. Islamskur statur hevur nú næstan mist ræðið á øllum økinum, felagsskapurin higartil hevur havt ræðið á í Sýria, skrivar Reuters. Tíðindastovan skrivar, at kalifatið nú bara hevur ræðið á einum øki, sum er umleið ein hálvan ferkilometur stórt. Syrian Observatory for Human Rights boðaði gjáramorgunin frá, at Syrian Democratic Forces høvdu tikið maktina frá seinastu deildini hjá Islamskum stati í Sýria, men tey tíðindini vórðu avsannað seinni í gjár. Reuters skrivaði seinni í gjár, at tey tíðindini ikki vóru sonn. Økið, sum Islamskur statur hevur ræðið á í Sýria, er minkað niður í næstan einki, og bardagarnir halda fram. Vit kunnu skjótt hátíðarhalda, at vit hava sigrað á Islamskum stati, segði leiðarin fyri Syrian Democratic Forces, Ciya Furat, við Reuters. Vit hava kringsett Islamskan stat í einum lítlum øki í Baghouz, sigur Furat víðari. Hann sigur, at tað fer at ganga seint at fáa alt valdið frá Islamskum stati, tí felagsskapurin brúkar sivilfólk sum livandi skjøldur. Islamskur statur misti í seinastu viku líðandi ræðið á økinum, sum felagsskapurin annars hevði valdið á. Økið fór frá at vera átta ferkilometrar stórt niður í eitt lítið økið við bara 50 bygningum, skrivar NRK. Seinna hálvfinalan í íslendska melodi grand prix kappingini var í gjárskvøldið, og nú er greitt, at tveir føroyingar verða við í finaluni. Tað skrivar portal.fo. Sjálvt um Kristina Bærendsen ikki kom við í fyrru hálvfinaluni, er tað soleiðis, at umframt teir tveir sangirnir, ið eru valdir í hvørjari hálvfinalu, velur dómsnevndin ein fimta sang. Og í gjár varð avdúkað, at dómsnevndin hevur valt sangin hjá Kristinu Bærendsen at luttaka í finaluni, sum verður í mars. Hin føroyingurin, sum verður við í finaluni, er Jógvan Hansen, ið er kórsangari hjá Friðrik Ómar, sum Jógvan Hansen eisini hevur samstarvað við áður. Til fyrru hálvfinaluna sang Kristina Bærendsen sangin g á mig sjálf , sum á føroyskum merkir Eg eigi meg sjálva . Men til finaluna sleppur hon at framføra ensku útgávuna Mama Said . Tann, sum vinnur finaluna, sleppur at umboða Ísland í altjóða Eurovision sangkappingini, sum verður hildin í mai. Ísrael vann kappingina í fjør, og tí verður ársins altjóða kapping hildin í Tel Aviv. Enn er ikki greitt, hvør stendur aftan fyri gíslatøkuna og skottilburðin, men løgreglan sigur, at eingi børn vóru í húsinum, tá skotbardagin byrjaði. Arbeiðið, at gera rennibreyt í Klaksvík, dregur út. Spakin varð settur í tíðliga í oktober, men nú hevur arbeiðið ligið stilt í tríggjar mánaðir, tí tað slepst ikki av við avgrevsturin. Orsøkin er, at tað ikki slepst av við avgrevsturin, sum hevur verið koyrdur í eitt grótbrot á Bumshamri, men har er nú farið at fyllast, skrivar vp.fo Upprunaliga boðaði kommunan frá, at rennibreytin í Klaksvík skuldi verða liðug seinni í ár, 2019. Men á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu stendur nú, at rennibreytin eftir ætlan kann takast í nýtslu í 2020. Verkætlanin fevnir eisini um ein fótbótlsvøll, sum skal gerast í miðjuni á rennibreytini. Kostnaðarætlanin, fyri at gera nýggju renbnibreytina í Klaksvík, er umleið 36 milliónir krónur, sambært kommununi. Tað sigur Símun Gullaksen, bóndi, sum fyriskipaði Búnaðarstevnuna, sum var í Klaksvík í gjár, har evnið varð ferðavinna og gongd í haga. Til fyrru hálvfinaluna sang Kristina Bærendsen sangin g á mig sjálf , sum á føroyskum merkir Eg eigi meg sjálva . Men til finaluna sleppur hon at framføra ensku útgávuna Mama Said. Ein nýggj bretsk kanning vísir, at e sigarettir eru effektivari enn eitt nú nikotinplástur og nikotintyggigummi. Tað skrivar Politikken. Kanningin, sum er útgivin í The New England Journal of Medicine, vísir, at av teimum kannaðu góvust tvífalt so nógv at roykja av e sigarettini samanborið við tey, sum valdu nikotinplástur ella nikotintyggigummi. Hetta er sera positivt, tí hetta vísir, at e sigarettin kann minka um talið á roykjarum, sigur Charlotta Pisinger, kliniskur professari í tubbaksforðan við Politiken. Men sum við so nógvum kanningum er altíð eitt men . Kanningin vísti eisini, at 80 av teimum, sum valdi e sigarettina, hildu á fram at brúka hana. Og júst hetta er ein trupulleiki, tí e sigarettir eru ikki heilt vandaleysar. Tað eru nevniliga bæði krabbameinselvandi og eitrandi evnir í e sigarettum. Tí mugu úrslitini av kanningini sigast at vera bæði positiv og negativ, siga serfrøðingar sambært Politiken, tí talið á roykjarum minkar, men talið á teimum, sum velja e sigarettina, fer væntandi at hækka. Tað hevur enn hevur ikki viðrað at taka leitingina eftir einum ferðamanni, sum hvarv í Fugloy 11. januar, uppaftur. So skjótt veðrið verður frægari og líkindini batna, verður leitingin tikin uppaftur, upplýsir løgreglan. Leitingin eftir einum 29 ára gamla ferðamanni úr Eysturríki, sum hvarv í oynni, steðgaði fyribils 15. januar, og síðani tá hevur heldur ikki viðrað at gera meira við leitingina, sum higartil ikki hevur givið úrslit. Leitingin eftir horvna manninum er ikki steðgað enn. Eingin møguleiki hevur verið at leita síðani tá vegna veður, sigur løgreglan. Staðkend fólk, løgregla við hundum, bjargingartyrla og bátar leitaðu í døgunum frá 11. til 15 januar eftir horvna ferðamanninum, men leitingin steðgaði tá uttan úrslit. Ringar umstøður eru framvegis at leita í fjøllunum hjá fólki til gongu, men so skjótt veðrið batnar, verður eisini leitað á teimum støðunum, har tað higartil ikki hevur borið til at leita eftir horvna manninum, sigur løgreglan. Men eisini Dead Horse, Yesterdays, og endurinnspælingin av Knockin On Heavens Door eru sera vælumtókt avrik frá UYI. Longu áðrenn Use Your Illusion konsertferðina var broyting farin fram í Guns N Roses manningini, sum endaliga sindraðist eftir upptøkurnar til næstu útgávuna í 1993, men bólkurin helt kortini fram. Use Your Illusion ætlanin var annað hæddarpunktið í útgávuskeiðnum hjá Guns N Roses, tað fyrsta hevði verið metsøluplátan Appetite For Destruction í 1987. BBC skrivar, at ein kanningarnevnd í Undirhúsinum er komin til ta niðurstøðu, at facebook stovnarin, Mark Zuckerberg, ikki hevur víst leiðaraevni og persónliga ábyrgd , tá tað snýr seg um falstíðindi. Nevndin heldur, at falstíðindi frá fremmandum stjórnum eru hóttan móti bretska fólkaræðinum, sigur nevndin. BBC skrivar, at Facebook sigur seg taka væl ímóti frágreiðingini frá nevndini og sigur seg vera sinnað at umhugsa skilagóða umsjón. Kanningin, sum hevur vart í meira enn eitt ár, hevur í stóran mun sett luppin á, hvussu Facebook hevur virkað áðrenn og aftaná gøluna við Cambridge Analytica, sum gjørdi sær dælt av dátum hjá milliónatali av brúkarum, sum høvdu svarað eini persónligari qviz á Facebook. Stóru KT fyritøkurnar misrøkja sína skyldu at ansa eftir persónligu rættindunum hjá sínum brúkarum, stendur millum annað í frágreiðingini, skrivar BBC. Inga Poulsen Dam prestur prædikar, Mikael Mikkelsen er deknur, við orglið situr Jón Erik Joensen og klokkari er Sámal Jákup Jørgensen. Bergtóra Høgnadóttir, HR leiðari hjá SEV, hevur í sambandi við eftirútbúgving sína skrivað høvuðsritgerð um, hvussu starvsfólk og arbeiðsgevari saman kunnu tryggja, at seinastu starvsárini verða meiningsfull, og at skiftið til tilveruna sum pensjónistur verður gott. Lítil gransking er gjørd um seinastu starvsárini, fram til tíðina, tá vit fara av arbeiðsmarknaðinum. Tá tosað verður um fyrireiking til pensjónstilveruna, verður aloftast hugsað um uppsparing og pensjónsaldur, meðan tann mentala fyrireikingin vanliga ikki fyllir serliga nógv. Men mentali parturin eigur at verða tikin eins nógv í álvara. Sambært Bergtóru er øgiliga ymiskt, hvussu starvsfólk eru fyrireikað mentalt til hetta nýggja tíðarskeiðið í lívinum nøkur stúra, nøkur gleða seg og onnur skutra tankan burtur. Fyri 85 milliónir krónur fæst eitt barnaheim í Hoyvík. Tað sigur leiðarin á byggideildini hjá Landsverki, Jón O. Sólsker. Og skipanaruppskotið um barnaheimið er á veg. Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum bíðar eftir skipanaruppskotinum, sum er næsta stigið eftir byggiskránna. Byggiskráin varð latin Løgtinginum saman við lógaruppskotinum 20. september í fjør. Bárður Nielsen, formaður í Fíggjarnevndini, sigur, at einki skipanaruppskot er komið, hóast bæði Landsgrannskoðanin og fíggjarnevndin eru samd um, at skipanaruppskot skal verða gjørt, áðrenn uppskot verða latin Løgtinginum. Tað verður gjørt í framtíðini, sigur Jón O. Sólsker. Annars fekk Fíggjarnevndin fyri stuttum at vita, at barnaheimið verður 20 milliónir krónur dýrari enn fyrst varð mett. Tað fer at kosta 85 milliónir krónur., og ikki 65 milliónir. Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, sigur, at sambært Landsverki er orsøkin til hækkingina fyrst og fremst, at fermetraprísurin er hækkaður, at talið á neyðugum fermetrum er vaksið, og prísurin fyri lendið, sum skal keypast frá Tórshavnar kommunu, er eisini hækkaður. Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, í svari til Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmann, sum aftur hevur spurt, hvussu leingi fólk skulu bíða eftir at sleppa í skannararnar í Landssjúkrahúsinum. Til ber nú at brúka MR skannaran hvønn yrkadag, millum annað tí at fleiri vanligar røntgenkanningarnar verða gjørdar í sjúkrahúsunum á Tvøroyri og í Klaksvík. Fyri einum ári síðani var tíðin at bíða eftir at sleppa í MR skannaran okkurt um ein mánaður, men bíðitíðin kundi eisini vera upp í tríggjar mánaðir. Sirið Stenberg sigur, at nú er bíðitíðin fýra til seks vikur frá tí, at Røntgendeildin fær eina ávísing, til MR kanningin verður gjørd. Í ár eru pengar játtaðir til nýggjan CT skannara, sum í næstum verður settur upp í Suðuroyar sjúkrahúsi. Talan verður í hesum sambandi um telemedisinskt samstarv millum Landssjúkrahúsið og Suðuroyar sjúkrahús, har myndir verða tiknar á Suðuroyar sjúkrahúsi, sum hevur samstarv við Røntgendeildina á Landssjúkrahúsinum. Sambærti lógarbroytingini kann landsstýrisfólkið áseta reglur um koyri og hvílutíðir hjá teimum, sum koyra treylarar, og kann gera av, at reglur um koyri og hvílutíðir, sum danski ferðslumálaráðharrin ásetur, heilt ella partvíst skulu galda í Føroyum. Í viðmerkingunum um lógaruppskotið stendur, at uppskotið er heimild til landsstýrismannin at seta reglur, sum taka støði í altjóða reglum, sum millum annað Danmark og onnur skandinavisk lond hava sett í gildi. Løgtingið hevur einki at taka støðu til annað enn at geva landsstýrismanninum heimild til í kunngerð at seta donsku reglurnar í gildi í Føroyum og møguleikan at flyta umsitingina til almennan myndugleika ella einskilda fyritøku og áseta nærri reglur um hetta. Avleiðingin er, at málið ikki hevur fingið ta umrøðu og politiska viðgerð í Kommunufelagnum, sum slík mál vanliga fáa og eiga at fáa. Gevur gass ella kolgrill tann besta smakkin Tað kannar Tina Müller í sendingini í kvøld, tá teir grilla kotelettir á hvør sínari grill av ymiskum slag. Samstundis fæst vegleiðing um, hvussu vit minka um vandan av krabbameinselvandi evnum, tá grillað verður. Í køkinum eru Adam Aamann og gestur við nýggjum, spennandi grillrættum. Andri og Dabbi fara til Føroya við Norr nu, har teir tosa við nakrar føroyingar um land og mentan. Hesa ferð hitta teir Petur av Vollanum, u landsliðið í fótbólti, Marjun Svartafoss og Petur Nolsø. Anders má aftur skifta arbeiðsávísing, tað fær sambúgva hansara Britt at ilskast og taka málið í egnar hendur. Arbeiðsávísarin Camilla fær eina uppgávu, sum hon ikki er viss í at megna. Petrina Hansen, Klaksvík Frank Anthoniussen, Oyndarfjørður Annfinnur Heinesen, háskúlastjóri Dinna Gilstón, Danmark Oddvør Djurhuus, kokkur Jógvan Hammer, Strendur Amalia Hansen, Klaksvík Agnes Niclasen, Tórshavn Símun Mikael Poulsen Dal , Klaksvík Bjørgfinnur Nielsen, háskúlalærari Ásla Holm, Froðba Martin Vang, Froðba Ídag var tosa um eitt nú fyrru áttandaparts finlaurnar í Champions League og útlitini fyri teir komandi dystinar, og eisini bleiv norti við FA cup Marner Mortensen, stjóri í Norðoya Sparikassa, fegnast, nú sparikassin eftir øllum at døma sleppur undan at vera SIFI banki, tí krøvini verða herd í næstum. Danska vinnumálaráðið tekur endaligu avgerðina um, hvør skal verða SIFI banki, men føroyskir myndugleikar hava ávirkan á avgerðina, sigur Kristina H foss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, sum var gestur í sjónvarpsstovuni. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, harmast um, at grøn krøv ikki eru sett í útbjóðingartilfarinum, og hon hevur gjørt Strandferðsluna og landsstýrismannin í samferðslumálum vart við spurningin. Matstovan KOKS fekk eina stjørnu aftrat, tá Michelin stjørnur vórðu býttar út í Aarhus í kvøld. KOKS hevur nú tvær Michelin stjørnur. Orsøkin er fyrst og fremst tann, at minni laksur varð tikin í fjør. Tøkan í fjør var 44.600 tons í kruvdari vekt. Hon var 10.000 tons størri í 2017. Á ársaðalfundinum, sum verður 5.apríl, fer nevndin í Bakkafrosti at skjóta upp, at 8,25 krónur verða goldnar í vinningsbýti fyri hvørt partabrævið. Hetta gevur 403 milliónir krónur í vinningsbýti. Vøksturin í altjóða tøkuni av laksi í fyrsta ársfjórðingi í ár verður mettur at vera fimm prosent samanborin við fyrsta ársfjórðing í fjør. Fyrst í komandi ári verður arkitektakapping um lestrarbýling, kampus, í Havn. Mentamálaráðið hevur fingið tilmæli frá einum arbeiðsbólki um lestrarbýling. Framtíðar universitets og granskingarøkið skal vera á samanhangandi øki, sum røkkur frá Frælsinum um Nóatún og Debesartrøð til J.C. Svabos gøtu. Arbeiðsbólkurin sigur, at fyri at menna eitt altjóða kappingarført universitet, er neyðugt at savna Fróðskaparsetrið og skapa umstøður fyri, at aðrir granskingarstovnar kunnu vera á sama øki. Arbeiðsbólkurin hevur í høvuðsheitum verið samskipandi og hevur sett fakligan ráðgeva at standa fyri arbeiðinum at gera strategiska kampusætlan. Arkitektafyritøkan Henning Larsen Arkitekter vann útboðið um arbeiðið og hevur staðið fyri kampusætlanini, sum ásetir, hvussu karmarnir fyri framtíðar universitets og granskingarvirksemi kunnu skipast á kampusøkinum. Menningarætlanin leggur upp fyri verandi og framtíðar tørvi og er grundað á virði, sum eru ásett í frágreiðing frá juni 2016, sum arbeiðsbólkur gjørdi um framtíðar hølisviðurskiftini hjá Fróðskaparsetrinum. Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetrinum, var formaður í arbeiðsbólkinum, sum nú hevur latið Mentamálaráðmnum tilmæli um lestrarbýling í Havn. Tónleikaútflutningsstovan skal, sambært uppskotinum um kungerð, marknaðarføra føroyskan tónleik uttanlands og veita ráðgeving um tónleikaútflutning. Landsstýrisfólkið í vinnumálum setur eitt fólk í stýrið og annars verður stýrið mannað eftir tilmæli frá Mentamálaráðnum, sum tilnevnir ein stýrislim, og frá tónleikavinnuni, sum tilnevnir tveir. 800.000 krónur eru í Fíggjarlógini fyri 2019 til Tónleikaútflutningsstovuna. Ætlanin er at hækka hana upp í eina millión krónur næsta ár. Greið lóggáva er neyðug fyri góðskuna og trygdina, sigur parlamentið, og fokus eigur at verða á trygdina hjá ungum brúkarum og kvinnum, sum eru við barn. Felags ES reglur skulu eisini forða misbrúki, steðga handli á svartabørsi og yvirhøvur forða ungum í at gerast bundin av kannabis. Heitt verður nú á ES nevndina og limalondini um at fáa lógir og reglur, og taka burtur mentanaliga treytaðar forðing fyri at brúka og granska medisinskt kannabis. ES parlamentið sigur, at prógv eru fyri, at kannabis kann bøta um eitt nú matarlystin hjá HIV og AIDS sjúklingum og linna sjúkueyðkenni eitt nú psykosu, Tourettes syndrom, epilepsi, liðagikt, astma, krabbamein og Crohns sjúk. Saudiarabiski innanríkisráðharrin sigur, at appin hóskar til øll í samfelagnum, men kritikkarar siga, at hetta er beinleiðis harðskapur móti kvinnum og gentum. Fleiri mannarættindafelagsskapir, millum annað Amnesty International, hava funnist at appini. Tey finnast at Apple og Google fyri at bjóða fram slíka app. Absher er ein ókeypis app til Apple og Android telefonir, og gevur brúkaranum møguleika millum annað at avgera, um persónurin, sum er undir teirra eftirliti, sleppur at endurnýggja sær pass og visum. Til dømis kann maðurin fáa eina fráboðan, hvørja ferð kvinnan, sum hann hevur eftirlit við, nærkast einum flogvølli. Funnist verður eisini at navninum, Absher, sum kann umsetast til Ja, harri . Kritikkarar siga, at hetta er prógv um, at appin er til menn og ikki fyri øll í samfelagnum, sum innanríkisráðharrin annars hevur sagt. Forstjórin hjá Apple, Tim Cook, svarar atfinningunum og sigur, at hann hevur ikki hoyrt um hesa appina, men fer at kanna málið. Google sigur, at fyritøkan skal taka støðu til, um appin lýkur treytirnar. Amerikanski senatorurin, Ron Wyden, er ein av mongum, sum finnast at Apple og Google, og heitir á tey um at strika appina, tí hon eggjar til ágang móti kvinnum í Saudiarabia. Myndugleikarnir í Saudiarabia siga, at appin er praktisk, tí kvinnur, sambært landsins lóg, skulu hava loyvi frá húsbónda sínum ella ein manni í familjuni, tá hon skal endurnýggja pass ella fara úr landinum. Nógv kjak var fyri stuttum um umstøðurnar hjá kvinnum í Saudiarabia, eftir at 18 ára gamla Rahaf Muhammed al Qunun flýddi frá familjuni. Al Qunun óttaðist fyri lívi sínum, tí hon hevði vent islam bakið, og fyri tað kann hon verða dømd til deyða í Saudiarabia. Al Qunun fekk seinni friðskjól í Kanada. Stevningin er aftursvar til, at Trump seinasta fríggjadag lýsti støðuna við markið til Meksiko at vera nationala kreppu fyri at skaffa pening til at byggja ein múr á sunnara markinum í USA. Ímóti viljanum hjá kongressini hevur forsetin nýtt eina tilgjørda kreppu um ólógliga tilflyting til at lýsa landið í nationala kreppustøðu, og flyta almenna pengar, sum skuldu nýtast til stríðið móti rúsevnum, hernaðarligar byggiverkætlanir og løgreglu, til at byggja ein múr á markinum millum USA og Meksiko, stendur í stevningini. Tað er sera harmiligt. Hon er ikki í samsvari við grundlógina. Vit mugu berjast ímóti henni í rættinum, kongressini og í almenninginum, segði leiðarin hjá Demokratunum, Nancy Pelosi. 15 av 16 statum, sum eru við í felags stevningini hava demokratiskar guvernørar, einasta undantak er Maryiland. Hvítu Húsini og amerikanska løgmálaráðið hava higartil ikki viðmerkt stevningina. Amerikanskir forsetar hava fleiri ferðir lýst nationala kreppu, síðani National Emergencies Act gjørdist ein møguleiki í 1976. Men sambært New York Times hevur lóggávan ongantíð fyrr verið brúkt fyri at sleppa uttan um Kongressina eftir at forsetin ikki hevur fingið fígging til ávíst øki. Kreppu fráboðanin hjá Trump hevur longu tvær stevningar ímóti sær, onnur frá bólkinum, Public Citizen, sum umboðar land eigarar í Texas. Aðrir bólkar hava eisini boðað frá, at tey fyrireika stevning. Tað verður nokk ikki, fyrr enn eg komi í køkin aftur og byrji tann vanliga gerandisdagin, at heta veruliga fer at ganga upp fyri mær. Í gjárkvøldið varð greitt á samkomu í Musikhuset í rhus, at KOKS hevur fingið eina Michelin stjørnu afturat, og harumframt kann Poul Andrias Ziska eisini kalla seg ársins ungi kokkur. At KOKS nú er ein matstova við tveimum Michelin stjørnum, er ein stórhending innan føroysku matstovuvinnuna. Tað fær tó ikki høvuðskokkin og restina av føroyska ferðalagnum at fara heilt upp at flákra. Vit vóru saman við starvsfeløgunum og vinum, drukku eitt sindur av víni og royndu annars bara at slappa av, fortelur Poul Andrias Ziska. Tað er so sermerkt at hava tvær stjørnur. At hava eina stjørnu er í sjálvum sær ógvuliga flott, men tað eru færri enn 500 matstovur í heiminum, sum hava tvær stjørnur, og nú eru vit tann fimta matstovan í norðurlondum við tveimum Michelin stjørnum, so tað er heilt sermerkt. Tað torir mann als ikki at droyma um, sigur Poul Andrias Ziska. Hóast matstovan nú hevur tvær stjørnur og ársins unga kokk arbeiðandi, so fer gerandisdagurin á KOKS neyvan at broytast stórvegis. Vit halda fram upp á sama máta, sum vit hava gjørt. Kanska skal mann ansa eyka væl eftir øllum nú, men eg haldi, at lykilin er, at slappa av og hava tað stuttligt við tí, mann ger, sigur Poul Andrias Ziska. Dugnaligi ungi sangarin og sangskrivarin Lea Kampmann er samvertur í sendingini. Lea velur tónleik, ið henni dámar, og sum hevur havt nakað at siga fyri hana, meðan Leitisstein spælir tónleik hjá Leu. Njótið hálvanannan tíman við Kampmann og Leitisstein. Luttakarar Annika og Elia Enghamar, Piddi Olsen, Dávur Winther, Poul Andrias Ziska, Finn Jensen, Michael Huus Sveistrup og Toni Dam. Formanskjak beinleiðis í sjónvarpinum og útvarpinum. Hvussu hava menningarkvoturnar riggað Koma fiskidagar ístaðin fyri kvotur Hvørjar broytingar fara at verða í fiskivinnuni eftir løgtingsvalið Millum annað hetta verður kjakast um á árliga Fiskivinnutinginum á Torradøgunum í Klaksvík. Kjakið verður sent beinleiðis úr skúlanum á Skúlatrøð. Áhoyrarar hava eisini møgulleika at seta spurningar. Fiskivinnutingið verður sent beinleiðis í sjónvarpinum og útvarpinum mikukvøldið klokkan 19. Vertir eru Jón Brian Hvidtfeldt og Beinta Løwe. Flestu málningarnir hava eitt frískligt og várligt dæmi. Við grovum strokum og sterkum litum málar hann málningar, har landsløg og bygdaløg hómast í einum spennandi litspæli. Framsýningin letur alment upp fríggjadagin 22. februar klokkan 16. Nýútbúni listfrøðingurin Dagmar M. Winther fer at siga frá listini hjá Eyðuni av Reyni, og Lea Kampmann fer at framføra egin løg. Hetta er fyrsta málningaframsýningin í nýggju forhøllini í Kringvarpinum. Framsýningin er opin gerandisdagar frá klokkan 09 til klokkan 18. Leygardagar er opið frá klokkan 10 til 14. Bygningsstyrelsen hevur nú gjørt sáttmála við danska byggifelagið Ommen og Møller um at umbyggja og gera eina hædd afturat á gamla BankNordik bygningin við Húsagøtu í Havn. Fyrr í ár skrivaði Kringvarp Føroya út útvarpsdokumentarkapping, har endamálið var at eggja fleiri at skriva og framleiða nýggjar stuttdokumentarar til útvarp. Innsendu stuttdokumentararnir skuldu snikkast soleiðis til, at sum lidnar útvarpssendingar skulu teir geva lurtarum góðar søgur og upplivingar, sum eisini lýsa umstøður og kenslur í okkara samtíð. Harafturat skuldi útvarpsdokumentarurin hugsast sum ljóðmynd, sum stuðlar upp undir huglagnum í søguni. Dokumentararnir skuldu vera 8 10 minuttir til longdar. Freistin at innsenda sína luttakandi søgu var 1. februar á midnátt. Í alt komu sjey stuttdokumentarar inn. Talan er um eina breiða viftu av evnum, ið luttakararnir viðgera. Vinnarin verður avdúkaður tann 17. mars klokkan 16.00 á einum útvarpstiltaki í Kringvarpinum, har tær ymisku søgurnar eisini vera at hoyra. Vit gera tingini upp á okkara egna máta, og sum eingin annar hevur gjørt fyrr, sigur besti ungi kokkur í Norðurlondum, Poul Andrias Ziska. Heini Olsen søkti í 1956 arbeiði sum verkfrøðingur í Iran hjá bretskari fyritøku, og fekk starvið. Hetta hevði við sær, at hann skuldi tekna upp og leggja til rættis vegir langt úti á landinum í Iran. Í 1958 flutti konan Kirstin Olsen hagar, og búðu tey í fleiri ár millum nomadur undir sera primitivum umstøðum. Tey gjørdust væl við fleiri famlijur. Í tíðarskeiðnum tá Heini og Kirstin búðu í Iran var Shah Mohammad Reza Pahlavi einaræðandi shahur í Iran, og við stuðuli úr USA og Stórabretlandi royndi hann at nýmótansgerað Iran. Í hesum døgum eru 40 ár liðin, síðani iransku kollveltingina, har Shahurin var rikin frá valdinum og Khomaini, ayatollah, tók við eftir islamisku kollveltingina. Hvør er orsøkin til kollveltingina í 1979 og hvat er tað fyri eitt samfelag, ið iranar fáa eftir kollveltingina Hesar og aðrar spurningar viðgera vit saman við Hans Andriasi Sølvará, søgufrøðingi. Shahin Gaini er føddur í Teheran. Vit hitta hálva iranan. Vit fara eisini á gátt hjá Kirsten og Heina Olsen, sum seinrapartin í fimtiárunum flyta til Iran, har Heini starvast sum verkfrøðingur. Hvønn leiklut hevur Iran í Miðeystri og í altjóða politikki Og hvørjir eru átrúnaðarligu og hugsjónarligu grundarsteinarnir Hesir eru nakrir av spurningunum, ið vit skifta orð um við Heina í Skorini, ið er adjunktur, ph.d. í altjóða politikki. Heini vitjar Nón miðskeiðis í sendingini. Iranski køkurin er bæði freistandi og fjøltáttaður, og í dag fer iranin Mehdi Karimi at borðreiða við einari sera vælsmakkandi iranskari falaffel sandwich, samstundis sum hugleitt verður um eitt nú iranskan musikk. Tú kanst hoyra sendingina her Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, skal gera eitt tilmæli til danskar myndugleikar, og nógv bendir á, at Norðoya Sparikassi sleppur undan krøvunum. Útgávan er ein klassikari, sum fólk framvegis lurta eftir og heitislagið, Purple Rain, verður nýtt felagssangur, tá fólk eru savnaði í hópi. Talan er harafturat um tónleik, sum nýttur var í filminum av sama navni. Hetta er fyrsta plátan, har manningin hjá Prince verður kallað The Revolution. Purple Rain Temaplátan í Plátubarrini varð send tann 23. apríl í 2016. Sambært viðtøkum floksins skal eykafloksting taka støðu til, um stillast skal upp til fólkatingsval. Tjóðveldisflokkurin, sum varð stovnaður í 1948, stillaði upp til fólkatingaval fyrstu ferð í 1960. Tjóðveldi varð størsti flokkur í Føroyum á fólkatingsvalinum 18.juni í 2015. Á eykaflokstinginum, sum verður í annaðkvøld, verður eisini framløga um arbeiðið í fólkatinginum í hesum valskeiðinum. Høgni Hoydal, floksformaður, varð valdur í folkatingið í 2015. Men næsta maðurin á listanum, Magni Arge, hevur verið í fólkatinginum í valskeiðinum. Avger eykaflokstingið í annaðkvøld, at Tjóðveldi stillar upp, verður valskráin eisini umrødd og støða verður tikin til, hvussu flokkurin stillar upp. Fleiri kvinnur enn menn venda sær til Rættarhjálpina, 390 kvinnur og 274 menn í fjør. Í 86 førum vórðu tey, sum venda sær til Rættarhjálpina, víst til sakførara. Fyrst og fremst løntakarar venda sær til Rættarhjálpina. Teir vóru góð 68 prosent í fjør. Og aldursbólkurin 30 til 65 ár er best umboðaður, hann er sløk 75 prosent. Rættarhjálpin er fyri stóran part fíggjað úr Danmark. Løgmálaráðið letur henni slakar 390.000 krónur um árið og landsstýrið 50.000 krónur. Sendingin hevur í fimm mánaðir havt atgongd til og hevur greinað loynilig skjøl, sum millum annað lýsa peningaflutning millum Danske Bank og Swedbank. Peningaflutningurin er frá tíðini eftir at Danske Bank keypti seg inn í londini í Eystrasalti og til deildin fyri ikki estisk viðskiftafólk varð latin aftur í 2015. Meðan málið um hvítting í Danske Bank vaks, hevur leiðslan í Swedbank fleiri ferðir sagt, at tey hava ikki útlendsk viðskiftafólk, sum flyta pening gjøgnum bankan. Men svenska sjónvarpssendingin hevur eyðmerkt meira enn 1.000 viðskiftafólk í Swedbank, sum hava kontu í Baltalondum, men búgva í øðrum landi, sum eru kend í hvítting gøluni í Danske Bank. Talan er um slakar 42 milliardir danskar krónur, sum eru fluttar gjøgnum konturnar, og sum sambært Uppdrag Granskning vekja størsta illgrunan. Stjórin í Swedbank vildi ikki gera samrøðu við Uppdrag Granskning, men sendi samskiftisfólkið hjá bankanum, Gabriel Francke Rodau. Vit viðmerkja ikki ítøkilig dømi, men í Swedbank hava vit null toleransu, tá tað snýr seg um hvítting, og eru tekin um nakað, handla vit, segði Gabriel Francke Rodau, samskiftisfólk hjá Swedbank, í sendingini Uppdrag Granskning hjá SVT, sambært Berlingske Men vit mugu eisini minnast, at fyri alla vinnugreinina er hetta ein av størstu avbjóðingunum, og tað, sum tit tosa um, er grovt kriminelt virksemi, segði Gabriel Francke Rodau. Í fjør strikaðu 9.700 seg sum lim í fólkakirkjuni, men tað verður mett sum lítið, serliga samanborið við 2016, tá meir enn 25.000 fólk tóku seg úr kirkjuni. Eftir stóru útmeldingina tað árið, tóku fólk seg saman í Eysturjútlandi, fyri at fáa fólk at verða verandi limir í kirkjuni. Tey fóru undir átøk, sum vísa seg at hava givið úrslit. 1. januar í ár vóru 75 prosent av dønum limir í fólkakirkjuni. Tað er kortini stórur munur í millum økini. Í Norðurjýllandi eru 87 prosent limir, meðan á Keypmannahavnarleiðini, í Ishøj, eru bert góð 46 prosent av fólkinum limir í fólkakirkjuni. Tað skrivar heimasíðan hjá ráðnum. Avgerðin er grundað á ráðgeving frá íslendska havransóknarstovninum og nýggju frágeiðingini frá Hagfrøðistovni Íslands um, hvørja ávirkan hvalaveiða hevur. Havrannsóknarstovnurin sigur í frágreiðingini, at samlaða veiðan fyri árið 2023 skal vera í mesta lagi 161 nebbafiskar í økinum millum Eysturgrønland og Vesturísland, og í mesta lagi 48 í økinum við Eysturísland og Føroyar. Mælt verður sostatt til, at 217 nebbafiskar verða skotnir á íslendska landsgrundsøkinum. Sambært fiskimálaráðnum, veksur stovnurin av nebbafiski við Ísland støðugt síðani hvalateljing byrjaði í 1987. Seinasta teljing var í 2015 og yvirlit var gjørt yvir nebbfiskastovnin í øllum Mið Norðuratlantshavi. Stovnurin er tilsamans 37.000 nebbafiskar. Tað er tríggjar ferðir so nógv sum í 1987, skrivar íslendska kringvarpið, RÚV. Talið av sildrekum á grunnum vatni, tað er upp til 200 metrar, er minkað nógv á íslendska landgrunninum síðani aldarskiftið. Hildið verður tó ikki, at stovnurin er minkaður, men at hann er farin norðureftir, tí ov lítið av føði er við Ísland um summarið. Havrannsóknarstovnurin vísir til fyrsta listan yvir íslendsk súgdjór, sum íslendski náttúrufrøðistovnurin hevur givið út, og har verður nebbafiskur ikki flokkaður sum hótt djóraslag. Hvussu er at liva sum nunna í einum samfelag, har materialisman og selfie mentanin hava fest røtur Og ber til at vera lukkuligur uttan maka, børn, eitt vællønt arbeiði, pengar og fleiri árligar uttanlandsferðir Tað at vera nunna er besta avgerðin, hon hevur tikið, sigur hon. Hon leggur tó aftrat, at hetta ikki merkir, at øll skulu liva sum hon. Sambært løgregluni hótti maðurin fólk við vápni sínum, áðrenn hann skeyt frá hond. Tvey av offrunum fingu smávegis løstir, meðan tvey fólk vórðu flutt á sjúkrahús. 19 ára gamla kvinnan fór fyri fýra árum síðani saman við tveimum vinkonum til Sýria, har tær giftust IS hermonnunum, og tær gjørdust limir í yvirgangsfelagsskapinum IS. Nú er IS um at verða niðurbardur. Tí vil Begum heim til Bretlands við nýfødda syni sínum, sum hon átti seinasta vikuskifti. Men tað fer ikki at henda. Sambært Ritau hevur bretska innanríkisráðið boðað kvinnuni frá, at hon missir bretska ríksiborgarskap sín. Blaðið, The Times, hevur tosað við Shaminu Begum, og hon finst at ávísum viðurskiftum hjá Islamska statinum og kalifatinum, men sigur, at hon ikki angrar avgerðina um at fara upp í yvirgangsfelagsskapin, og at hon fekk tað lívið, sum hon ynskti sær, í hersettum øki hjá Islamskum stati. Begum var 15 ára gomul, tá hon fór upp í IS í Sýria. Hon hevur mist tvey børn, sum doyðu av hungri og sjúku, meðan hon var í sjálvtilnevnda kalifatinum hjá Islamskum Stati. Bretski innanríkisráðharrin, Sajid Javid, sum hevur ábyrgdina av immigratión, segði mánadagin, at hann fer at forða bretum, sum eru farnir upp í IS, í at venda aftur til Bretlands. Bretska stjórnin kann eisini taka ríkisborgaraskapin frá fólki, um hildið verður, at tað er neyðugt fyri trygdina í landinum. Bretska lóggávan sigur tó eisini, at tað ber ikki til í teimum førum, at ríkisborgarin so verður stats leysur. Bretland hevur tikið ríkisborgararættin frá meira enn 100 bretum, sum hava dupultan ríkisborgararætt. Tað er ógreitt, um Shamima Begum eisini er ríkisborgari í øðrum landi, skrivar Ritzau. Tá danska realitysendingin, Paradise Hotel, byrjar um nakrar vikur, verður 23 ára gamli Teitur Skoubo Juliansson millum teir 10 ungu luttakararnar, sum vit fara at síggja á stóra marglætishotellinum í Meksiko. Tað var í fjør, at Teitur Skoubo Juliansson valdi at senda umsókn til TV3, tá tey sóknaðust eftir ungum, veitslusinnaðum luttakarum til kendu sjónvarpsrøðina. Eftir at hava verið til nakrar upptøkuroyndir fekk hann at vita, at hann var millum tey 10 ungu fólkini, sum skuldu til Meksiko í oktober í fjør. Tað var ein super feit uppliving, og nokk tað størsta eg nakrantíð havi upplivað, sigur Teitur, sum ikki gav sær stórvegis far um, at upptøkutól vóru til staðar alt døgnið. Eg eri soleiðis sum eg eri, og eg standi inn fyri tí, eg geri, so tað tímdi eg ikki at hugsa so nógv um, sigur Teitur, sum hevur fingið nógvar reaksjónir frá fólki, nú tað fyrr í vikuni bleiv almannakunngjørt, at hann er við í Paradise Hotel 2019. Tey flestu stuðla mær og halda, at tað er stuttligt, men til dømis babba hevur sagt, at hann ætlar sær ikki at hyggja. Og tað skilji eg væl, tí vit eru ung og ballast, og so hendir ymiskt, sigur Teitur. Hetta krevur ómetaliga nógv av mær, men eg livi mín dreym, sigur 29 ára gamla, Sarah Mahfoud, ið, umframt at hon boksar, bæði lesur til sjúkrarøktarfrøðing og arbeiðir . Hagtøl siga, at nakað av tí vanligasta av skaðum og sjúku umborð á skipum, snýr seg um sár, magapínu og trupulleikar við tonnum. Tí skulu sjúkraviðgerðar umborð á skipum duga at eit nú seyma sár, leggja venflon og trekkja tenn út, sigur Einar Klakstein. Tá tey læra at seyma, plaga vit at brúka eitt stykkið av grísi, og tey eru ógvuliga áhugað í at læra seg at seyma. Og tað vísir seg, at tá tey koma í eina neyðstøðu og mugu seyma, ja so minnast tey alt tað, tey hava lært og koma væl frá uppgávuni, sigur Einar Klakstein. Stýrið hjá Bú- og heimatænastuni í Suðuroynni samtykti í gjár at skriva til kommunustýrini í Suðuroynni og biðja tey um á næsta kommunustýrisfundi at taka støðu til, um tey framvegis halda fast við gomlu avgerðina um at Bú og heimatænastan keypir ellisheimini og sambýlini í oynni. Tá eldaraøkið var lagt til kommunurnar 1.januar 2015 setti Bú og heimatænastan sær fyri at keypa øll ellisheim og sambýli í oynni fyri meira enn 54 milliónir krónur. Hóast býráðið á Tvøroyri samtykti 10.september í fjør at leiga húsini við Sílá til sambýli, er leigusáttmálin ikki undirskrivaður enn. Hóast fleiri rykkjarar eru sendir, hevur Kommunala eftirlitið í Innlendismálaráðnum ikki fingið endaliga frágreiðing frá Klaksvíkar kommunu um Biskupstorg. Klaksvíkar kommuna hevur avgjørt at brúka sjálvsognarstovnin undir Kráarbrekku at keypa handilshølini í veghæddini í Biskupstorgi, sum Bústaðir hava bygt. Hann var ávegis í nógv ár, Sandoyartunnilin. Men leingi var tað bara tos og ofta eisini politiskt rok. Hann var ofta havdur á munni, men fekk ikki tað politisku rafestingina, sum skuldi til og so datt málið burtur aftur. Men tað var í kjalarvørrinum av einum øðrum tunnilsmálið, málið um tunnilin undir Tangafjørð ella Eysturoyartunnilin, ið gjørdi tað, at Sandoyartunnilin eisini gjørdist veruleiki. Eftir nógva rokið um Eysturoyartunnilin, hvørt hann skuldi gerast og í hvørjum líki hann skuldi gerast, alment ella privat, endaði tað við, at ein samlað politisk skipan valdi at gera eina løgtingslóg um at stovna eitt partafelag, ið skuldi gera báðar tunlarnar bæði tann undir Tangafjørð og tann undir Skopunarfjørð. Tað var tann áttanda apríl í 2014, at málið var samtykt Luttakarar í sendingini eru Gerhard Lognberg, Brandur Sandoy, Brynhild Sørensen, Tordis Kristina á Rógvi, Hans Jákup Mikkelsen og Karl Vidtfeldt. Við kóri og solistum var Føroya Symfoniorkestur á palli leygarkvøldið við 9. Symfoni Ludvig van Beethoven. Og saman við Hans Paula Tórgarð, útbúgvingarleiðara í tónleiki á Glasi, og Leif Hansen, kórleiðara, fara vit at ummæla verkið. Hetta sama leygarkvøldið fór Teater Grugg á pall við 24 miseydnaðum føroyingum. Og saman við Barbaru Hentze í Stórustovu, dramaturgi, og Rudolfi Joensen, sjónleikara, ummæla vit leikin. Tað er norski dramatikarin Jesper Halle, ið hevur skrivað henda upprunaliga norska leikin. Vit skifta orð við Jesper Halle um eitt nú miseydnaðar norrmenn, og hvør avbjóðingin er, tá leikurin skal pallsetast í Føroyum og fyri føroyingum. Fríggjadagin hevur listarmaðurin Eyðun av Reyni fernisering í forhøllini í Kringvarpi Føroya. Vit hava spurt Dagmar Malenu Winther, listfrøðing, um eitt nú hvat eyðkennir Eyðun sum listarmann, og um forhøll kringvarpsins sum framsýningarhøli. Og sama fríggjadag hevur danski pappírslistarmaðurin Peter Callesen fernisering í Steinprenti. Vit hava verið í Steinprenti og fregnast. Tú kanst hoyra sendingina her Í januar 2014 var Eiler Sørensen samvertur í trimum sendingum. Eiler Sørensen er porkeningur og tónleikanørd um ein háls. Hesar sendingarnar riggaðu so mikið væl, at eg haldi, at tað er vert at leggja tær út undir navninum LEITISSTEIN Classic. Hetta var áðrenn sendingin fekk heitið LEITISSTEIN. Heitið tá var Døgurðabeatin, sum verður brúkt um tónleikasendingar her útvarpinum. Innflutt varð fyri sjey milliardir og 725 milliónir krónur í fjør. Samanborin við 2017 er vøksturin seks prosent, hann er 467 milliónir krónur størri. Tað sigur Føroya arbeiðsgevarafelag, sum eisini finst at stuttu hoyringarfreistini. Arbeiðsgevarafelagið heldur tað vera ein demokratiskan trupulleika, at týðandi lógaruppskot ikki kunnu fáa eina nøktandi viðgerð. Mentamálanevndin hjá Tórshavnar kommunu hevur samtykt at fara undir eina hoyringartilgongd um at leggja teir smáu fólkaskúlarnar í kommununi saman við størri skúla. Ein fortreyt fyri einari samanlegging er, at Undirvísingarstýrið framhaldandi játtar stóra skúlanum læraratímar til skúlaeindirnar í bygdunum fyri seg. Samstundis verður settur ein arbeiðsbólkur við umboðum fyri øll skúlastýrini í kommununi at viðgera ætlanina um at leggja smáu skúlarnar saman við størri skúla og gera tilmæli um málið. Durita Granada Thomassen úr Sandavági er ættleidd úr Kolumbia. Hon varnaðist tíðliga í lívinum, at hon var øðrvísi enn hini børnini, og tað hoyrdi hon eisini nógv fyri, tá hon byrjaði í skúla. Skúlabyrjanin var eisini ein byrjan av fleiri árum við nógvari happing. Hetta elvdi til, at Durita ofta kom grátandi heim úr skúlanum. Tá Durita gerst sekstan ára gomul, flytur hon til Danmarkar at ganga í eftirskúla. Tá byrjar hon av álvara at merkja, hvørja ávirkan happingin í fólkaskúlanum hevur havt. Kenslan av einsemi tekur dik á seg, samstundis sum tráðanin eftir at vita um sítt upphav birtist. Tá byrjar ferðin aftur til upprunan. Seinastu vikurnar hava nógv havt krím og beinkrím, og bæði arbeiðspláss, barnagarðar og skúlar eru merkt av sjúkradøgum seinastu tíðina. Djóni Joensen, lækni í Kollafirði, sigur, at hondreinføri er avgerandi. Hann vísir eisini á, at tað at sjúk fólk fara til arbeiðis, ístaðin fyri at vera heima, kann viðføra, at fleiri á arbeiðsplássinum verða smittað. At vera dómari gevur tær nógvar góðar eginleikar, sum eisini kunnu brúkast í øðrum høpi. Tú lærir at leiða, taka avgerðir og skapa virðing rundan um teg sjálva. Tað er gott at hava í sínum lívsrensli, eru Oda Wilhelmsdóttir Andreasen og Elsa Henrysdóttir av Reyni samdar um. Tær hava verið fótbóltsdómarar í ávíkavist 7 og 10 ár. Fleiri fantastiskar upplivingar knýttar at tí at vera dómari. Tú sleppur út um landið, tú kanst sleppa uttanlands at døma, og tað verða skaptar tættar relatiónir. Tosað verður um týdningin av góðum málburði í miðlunum, sama hvør miðilin er, og hugburðin hjá teimum, sum arbeiða í miðlunum til tað, at tey eru at skilja sum málsligar fyrimyndir. Stýrið hjá Bú og heimatænastuni samtykti fyrradagin at skriva til kommunustýrini í Suðuroynni og biðja tey um á næsta kommunustýrisfundi at taka støðu til, um tey framvegis halda fast við gomlu avgerðina um at Bú og heimatænastan keypir ellisheimini og sambýlini í oynni. Tá eldaraøkið varð lagt til kommunurnar 1.januar 2015 setti Bú og heimatænastan sær fyri at keypa øll ellisheim og sambýli í oynni fyri meira enn 54 milliónir krónur. Tey hava staðið tóm fyri tað mesta síðani. Men húsini kunnu brúkast til at leiga út til ferðafólk, og tað hevur s pf við Sílá umhugsað. Stjórin í Realinum, Leivur Michelsen, fær stuðul frá feløgunum í Vinnuhúsinum, tá hann sigur, at Realurin hevur ongar royndir í at fíggja fisk, sum verður útfluttur, og, at hann heldur ikki veit, hvør vil hava Realin at gera tað. Felagið sigur seg ivast í, um Realurin hevur fíggjarliga orku at lyfta hesa uppgávu, sum krevur stóra orku til at váðameta altjóða keyparar. Eftir at hava tosað við viðkomandi feløg í Vinnuhúsinum sigur Føroya arbeiðsgevarafelag, at yvirskipað taka tey undir við uppskotinum, sum ivaleyst er ein tiltrongd dagføring. Óli Jacobsen vaks upp í umhvørvi, har Føroya Fiskimannafelag søga tess høvdu týdning. Frá barnsbeini hoyrdi Óli um Símun Paula Konoy og teir ungu gøtumenninar, sum fingu fiskimenn um landið at stovna felag at røkja síni áhugamál. FF kom í lag í 1911. Sáttmáli varð gjørdur í 1912 og var tann fyrsti á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Í skúlanum í Gøtu hekk ein mynd av norðagøtu manninum Hans Jákupi Havstreym, sum júst var valdur til formann í FF, tá hann gekk burtur við Immanuel í 1932. Óli Jacobsen gjørdist formaður í 1971, tá hann vann á Erlendi Patursson. Óli Jacobsen hevur altíð havt áhuga fyri politikki. Hann varð vaktur, tá læknastríðið var í Klaksvík. Hann var fyrst tjóðveldismaður. Fór síðani upp í javnaðarfloklkin og var eitt skifti í 1979 varamaður á tingi. Í 1994 var Óli við í Verkamannafylkingini, sum fekk trý umboð á Løgting. Fylkingin fór í samgongu við Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin og Sjálvstýrisflokkin við Óla í landsstýrinum í fyrstu syftu. Hetta var baldrut valskeið eftir bankakreppu og húsagangir. Óli heldur, at nakað fekst burturúr, men tá valskeiðið var úti, var leikluturin hjá Verkamannafylkingini úti. Fiskimannafelagið skipaði í 1999 fyri ferð til Íslands at leggja kransar við minnisvarðarnar á Reykjavíkar kirkjugarði yvir teir føroyingar, sum gingu burtur við sluppunum Onnu og Acorn. Mong, sum vórðu faðirleys, vóru nú í ferðini við. Eftir 36 ár sum formaður í FF varð Óli Jacobsen ov stuttur á valinum í 2007. Sosialurin bað tá Óla koma at skriva um siðsøgu hvørja viku. Óli hevur síðani lagt fleiri bøkur úr hondum um eitt nú fiskimanna og kvinnulagnur. Ein bók er um Dollan úr Havn, sum var upphav til, at Leopold kongur 8 í Belgia noyddist at leggja frá sær fyri harðrenda viðferð av fólkinum. Óli Jacobsen var fyrst í 70unum uppi í samráðingum um fiskikvotur, sum vórðu lutaðar út í fiski vinnunevndunum NEAFC og ICNAF fyri eystara og vestara part av Norðuratlantshavi. Í 1980 varð hann valdur til formann í fiskimannadeildini hjá altjóða flutningsarbeiðarafelagnum ITF. Sum limur í Ráfiskagrunninum fekk hann í 1975 serligt loyvi frá Meginfelag Útróðrarmanna at koma inn í Havnina, sum útróðrarmenn í verkfalli blokeraðu. Nøkur ár skipaði Óli Jacobsen fyri ferðum á Eysturlandið við Norr nu. Óli var gamal drongur, tá hann giftist, 37 ára gamal. Konuna fann hann í Tinganesi. Vit halda, at tað hevur størri møguleika at implimentera red. listina í bygningin eisini brúkaran, sigur Bárður Dam í Baianstovu, arkitektur hjá Landsverki og limur í listarbólkinum. Í teimum trimum sáttmálunum bindur Landsverk seg til at rinda listarfólkunum 550.000 krónur MVG í part men einki ítøkiligt stendur um, hvat landið fær afturfyri. Listarbólkurin hevur síðani verið í tøttum samskifti við hvørt listarfólk í eini roynd at ítøkiliggera, hvørji listarverk skulu gerast til bygningin. Fyrsta innslag snýr seg um teir tríggjar sáttmálarnar, sum Landsverk hevur gjørt við listarfólk um at listprýða H bygningin á Landsjúkrahúsinum. Hetta var áðrenn sendingin fekk heitið LEITISSTEIN. Heitið tá var Døgurðabeatin, sum verður brúkt um tónleikasendingar her útvarpinum. Vit hoyra Blakman konge, Ragnar Lamhauge skipar í Eysturoyar Dansifelag. Hjalmar og Huldu, Ruth Jacobsen skipar í Eysturoyar Dansifelag. Kong Hans, Jóan Carl Danielsen skipar í Eysturoyar Dansifelag. Jeg ser s mangt et orlogsskib, Sámal Petur Petersen skipar í Eysturoyar Dansifelag. Der hersker en konge i Østerdal Guttormsvísu , vit hoyra sumbingar kvøða, Bjarni Vestergaard skipar. At enda hoyra vit gentur í Sumba kvøða Ud fra Drammen, Betty Poulsen skipar. Hoyr søguna um Spinnaríið Finn Kjølbro greiðir frá. Vit fregnast í Atlantis, har Beinta Gregersen velur út filmar, sum ofta eru bæði klókir og smalir. Jonna Johannesen greiðir frá sínari tíð í Føroyingahavnini. Eyðálv Gullklett greiðir frá einum forvitnisligum og virðismiklum myntsavni. Norðoya Sparikassi verður 100 ár, og vit fara aftur í søguna saman við Marner Mortensen, stjóra. Og vit fara á listaframsýning saman við Finnleifi Mortensen, sum sýnir fram í Posthúskjallaranum. Hoyr alla sendingina úr Klaksvík. Nú er ætlanin at seta ein viðgerðartoymi á stovn, sum skal hjálpa teimum sálarsjúku, og tríggjar milliónir krónur eru settar av til endamálið. Tað hevur vakt ans, at Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, hevur boðað frá, at hon stillar upp til bæði fólkatings og løgtingsvalið, tí hon fyri fáum árum síðani skeyt upp, at borgarstjórar skulu ikki bæði vera borgarstjórar og løgtingsfólk í senn. Semja er ikki í flokkinum um uppstilling til fólkatingsval, men eykaflokstingið samtykti tó, at flokkurin stillar upp. Aðalstjórnin hjá Tjóðveldi fekk heimild at gera av, hvussu stillast skal upp. Aðalstjórnin skal í samráði við økisfeløgini hjá flokkinum gera av, hvørji og hvussu nógv valevni skulu á listan og gera valskránna lidna. Tjóðveldisflokkurin, sum varð stovnaður í 1948, stillaði upp til fólkatingaval fyrstu ferð í 1960. Hann stillaði tó ikki upp í 1964, 1966, 1968 og 1971. Men síðani hevur hann stillað upp til hvørt fólkatingsval. Tjóðveldi varð størsti flokkur í Føroyum á fólkatingsvalinum 18.juni í 2015. Høgni Hoydal, floksformaður, varð valdur í folkatingið í 2015. Men næsta maðurin á listanum, Magni Arge, hevur verið í fólkatinginum í valskeiðinum. Orsøkin til avgerðina er, at Fosturforeldrafelagið heitti á Samferðslumálaráðið um at greina, um fosturforeldur koma undir frítíðarlógini. Samferðslumálaráðið hevur tó ikki tikið støðu til, um fosturforeldur eru løntakarar sambært aðrari lóggávu enn lógini um frítíð við løn. Landssjúkrahúsið er væl fyri, nú 95 ára stovningardagurin er í morgin, siga Sæunn Ólavsdóttir Hansen, leiðslufulltrúi og leiðandi læknaskrivari, og Tummas í Garði, anestesilækni. Millum størstu avbjóðingarnar er at tryggja, at starvsfólk støðugt hava vitanina og útbúgvingarnar, ið skulu til. 95 ára stovningardagurin verður hildin við stórari starvsfólkaveitslu leygarkvøldið. Hoyr sendingina her Luttakarar, Jóhann Mortensen, Tummas í Garði, Sæunn Ó. Hansen, Birgir Kruse, Jón Brian Hvidtfeldt og John Petersen Í dag byrjar Tórshavn Filmfestival, og tað merkir, at frá í dag av og til og við mikudagin ber til at síggja eina røð av ymiskum filmum bæði føroyskir og útlendskir. Í hesum sambandi vísti hann á eitt yvirlit frá Havnar Bio, sum vísir, hvørjir eru mest sæddu filmarnir í Havnar Bio seinastu fimm árini. Emil Olsen hevur verið prestur í 34 ár í Eiðis prestagjaldi. Men nú fer hann frá. Hann verður stiftsprestur, sum fer at búgva ein part av árinum í Beograd saman við konu sínari, Jasmina Pavlovic, sum er ættað úr Serbia. Í fjør, tá ivi var um sáttmálan millum londini bæði, frættist frá Felagnum nótaskipum, at skipini mistu 50 milliónir krónur, tí tey kundu ikki fiska lodnu í íslendskum sjógvi. Sáttmálaloysið nú kemur illa við hjá føroyingum í vár, tí Føroyar hava átt 5.600 tons av botnfiski í íslendskum sjógvi, millum annað 2.400 tons av toski. Sáttmálaloysið er eisini komið á tingborð, tí Bárður Kass Nielsen, løgtingsmaður, hevur spurt Høgna Hoydal, landsstýrismann, um sáttmálan og um føroyska línuflotan, sum plagar at fiska botnfisk við Ísland fyri 70 milliónir krónur um árið, sambært tingmanninum. Vit hava tí spurt kokkin Gutta Winther nakrar spurningar um føroyska køkin. Hvat er hetta fyri eitt fyribrigdi, og eigur føroyski køkurin bert innivist á fínum matstovum, ella ber til hjá okkum vanligu heimakokkum at fáa lut í ævintýrinum Rúni Nielsen, whiskykennari, greiðir frá um skotskt whisky við serligum atliti at distilleraríinum Bladnoch, sum liggur í the Lowlands í Skotlandi. Hetta er high end whisky, sum kortini ber til at fáa fatur í, tí tað er enn hillavøra fleiri staðni men tó ikki í Føroyum. Hoyr Rúna Nielsen greiða frá Hjá Katrinu Christiansen í Havn eksperimentera tey. Í øllum førum tá tað kemur til hugtøk sum dessert og forrætt. Tey hava gjørt italsku dessertina Panna Cotta um til ein forrætt við hummarasoði og hummarastykkjum. Hjá Katrinu brúka vit heldur egg enn gelatine , sigur Jan Jacobsen um tilgerðingina av hesum rætti. Panna Cotta merkir kókaður rómi , og vanligt er at gera hetta útá við sukri, vanilju og gelatine, sum er stívilsi. Tað er munandi lættari at brúka gelatine, men tá ið talan er um ein hummararætt, sigur Jan, at egg rigga betri. Vikusjkiftissendingin var á stuttari vitjan hjá Kattrinu Christiansen í Havn. Tað er ikki vist, at tað verður Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, sum sleppur at gera tilmæli til danskar myndugleikar, um Norðoya Sparikassi skal verða SIFI banki ella ikki. Annfinn V. Hansen sigur, at hann hevur einki havt við fíggjarligu viðurskiftini í fyritøkuni at gera, men hevur bara hjálpt til at stovna fyritøkuna í Føroyum. Tí er tað sera óheppið, at eingin føroysk bók er innstillað í ár. Tað heldur Niels Jákup Thomsen, stjóri í Bókdeild Føroya Lærarafelags. Tað er ikki bara útheimurin, sum er farin at venda eygunum móti Føroyum, føroysku náttúruni og føroyska matinum. Eisini her heima er áhugin fyri tí, sum vit kunnu fáa burtur úr okkara egnu framleiðslu. Tað sigur Anni L tzen, sum umframt at reka garðin í Syðradali á Streymoynni saman við manni sínum, Thorvald og synunum, eisini rekur sína egnu fyritøku, Gómakrás. Her á garðinum merkja vit, at eftirspurningurin eftir føroyska matinum økist, og eg sjálv merki tað eisini, tá eg geri mat til tiltøk og fyri fólk og fyritøkur, sigur Anni L tzen. Hjá kvinnunum eru tað VÍF og Kyndil sum hittast í finaluni. Tann dysturin byrjar klokkan 13 30. Talan er um somu lið, sum vóru í finaluni í fjør, tá vann VÍF 23 19. Steypavinnarin hjá monnum í fjør, Kyndil, er aftur í finaluni í ár. Mótstøðuliðið er oddaliðið í landskappingini, Neistin. Tann dysturin byrjar klokkan 16 00. Í kvøld verður árliga Geytahandanin í Norðurlandahúsinum. Geytin er filmsvirðisløn, sum verður latin á árligum stuttfilmstiltaki í Norðurlandahúsinum. Níggju filmar eru í uppskoti, og tvær virðislønir verða latnar, ein áskoðaravirðisløn og so sjálv Geytavirðislønin. Geytavirðislønin er 30.000 krónir og áskoðaravirðislønin er 25.000 krónir Í filmsnevndini, sum skal velja Geytavinnaran, sita Birgir Kruse, formaður, Gunn Hernes, Norðurlandahúsið, Jan B. Jørgensen, Klippfisk, Marjun Niclasen, Filmshúsið, Eilen Anthoniussen, Tórshavnar Kommuna, Ivan Niclasen, Kringvarp Føroya. Hægsti rættur í Kenja skjýtur upp at hava nýggja fólkaatkvøðu um at strika lógir, sum áseta, at tað er ólógligt at vera samkyndur. Orsøkin er, at teir tríggir hægstarættardómararnir, sum í gjár hava sagt sína hugsan um, hvørt gamla lógin er í stríð við grundlógina, ikki kunnu semjast, og tí hava teir skotið upp at hava nýggja fólkaatkvøðu í mai. Tey, sum hava arbeitt fyri at avtaka lógina hava fingið harða mótstøðu. Forsetin í Kenja hevur fyrr sagt, at hetta er ein ikki spurningur, og at nógvir tjóðartingslimir eru í móti at lógin verður strikað. Fleiri átrúnaðarligir felagsskapir eru ímóti at lógin verður strikað, og fleiri halda, at tað er í stríð við mentanina í Kenja at verða samkyndur. Tað er óafrikanskt, sum sagt verður, og bera mótstøðufólkini eisini banga fyri, hvat tað næsta verður, altso at talan er um eina glíðibreyt og at um broytingin verður samtykt, verður næsta kravið, at samkynd kunnu giftast. Hóast tað er óvanligt, at persónar verða dømdir eftir lógini, eru tað tey, sum vísa á, at lóggávan eggjar til forfylging og órætt móti samkyndum. Sambært lógunum í Kenja kanst tú verða dømdur upp í 14 ára fongsul fyri kynsligar gerðir, sum sambært somu lógum eru ímóti náttúruni. Og hesar lógir eru 120 ára gamlar. Hóast umstøðurnar eru bøttar, eru vit enn ikki komin á mál, sigur Tóra við Keldu, sum vil hava politiska mynduleikan sum skjótast at seta í verk eina brekpolitiskavirkisætlan umfamt at seta eitt óheft talsfólk á brekøkinnum. Spurningarnir til Also panelið í morgun snúðu seg um eitt arbeiðstoymið, sum ikki tryggjar manningina nóg væl, tá tey fara upp í stillasini, og um eina kvinnu, sum aftaná 25 ár hevur fingið samvitskubit um, at hon hevur verið við síðuna av, við tí úrsliti, at maður hennara ikki eigur elsta barnið. Kvinnan vil vita, um hon skal siga tað við mannin, at hann ikki eigur elsta barnið, ella um skal tiga. Hoyr alla Also sendingina her. Útflyta tit fisk til Russlands Ja. Hevur ES sett revsitiltøk í verk mótvegis Russlandi Ja. Hevur USA sett revstiltøk í verk í móti Russlandi Ja. Útflyta Føroyar fisk til USA Ja. Tá tað er støðan, ber ikki til at halda, at tað, sum hendir kring okkum, ikki viðkemur Føroyum, sigur Steffem Gram. Hann vísir á, at støðan í heiminum er broytt munandi seinastu 30 árini, at tær skipanir, sum eru uppbygdar, standa fyri hóttafalli og tað kann eisini raka Føroyar. Tarin hevur ikki altíð havt so gott orð á sær. Til dømis brúkti man, at fólk doyðu við tarablaði í munninum, sum dømi um fátækradømi, tá tað var hungursneyð. Men nú hevur tarin fingið nýtt og betur orð á seg. Hetta kemst av, at fínaru matstovurnar, bæði her heima og í øðrum norðanlondum, hava tikið eysturlendska køkin til sín, og eru byrjað at brúka hetta eisini norðurlendska tilfeingið í sínari matgerð. Eisini her í Føroyum gera vit alsamt meira við tara, og eitt av tveimum føroyskum taraframleiðsluvirkjum er Ocean Rainforest. Vit hava hitt Ólav Gregersen, stjóra, til eitt prát. Tá nýggjárskonsertin var hildin í Norðurlandahúsinum í januar mánað, kom Susanne Elmark, sopranur, í brennidepilin, tá hon kroysti høvdið á Tróndi Sigurðssyni móti bringuni undir einari framførslu. Er tað í lagi at gera so Er tað øðrvísi, tá tað verður gjørt undir einari listarligari framførslu og, hevði tað verið góðkent, um tað var ein maður sum hevði gjørt tað Teir spurningarnar settu vit Niels Una Dam, samfelagsfrøðingi og viðmerkjara. Vit tosaðu eisini við Lív Patursson, samfelagsfrøðingi, sum heldur, at henda støðan ikki kann brúkast til at samanberast við Metoo rørsluna. Her er talan um eina listarliga framførslu og ikki talan um misnýtslu. Tú skalt einki siga við manninum um, at hann ikki er pápi elsta barnið, sigur panelið við konuna, sum hevur samvitskubit 25 ár eftir, at hon fekk barn við øðrum manni. Hon og maðurin hava verið saman í 30 ár nú, men hann veit ikki, at hann ikki er pápi elsta barnið, og hon spyr, um hon skal siga honum tað. Tað heldur panelið, sum í dag var sett saman av Petrinu Berg á Lag, Bergi Debes Joensen og Allan Dalsgarð. Spurnarkapping var á skránni í fyrra parti og Jákup Sumberg var gestur til eitt kaffiprát. Seinni parturin av sendingini snúði seg um føroyskan mat. Nú Koks hevur fingið Michelin stjørnur, er nógv fokus á mat, men spurningurin er, um tað merkist hjá vanliga føroyinginum. Vit tosa við Gutta Winther, sum sjálvur er kokkur, Ólav Gregersen, stjóra í Ocean Rainforest, sum alir tara, Lauru Joensen, sum bæði dámar væl og dugir væl at matgera og ger mat fyri fólk, og Anni L tzen, sum umframt at vera bóndakona í Syðradali, eisini rekur fyritøkuna Anni sa Gómakrás, sum ger mat til tiltøk og annað mangt. Sissal Kampmann, Elin Michelsen, Eyðfinn Jensen og Sveinur Tróndarson gjørdu sendingina. Í útvarpsstovuni vóru Sissal Kampmann og Sveinur Tróndarson. Hoyr alla sendingina her. Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambandi Føroya, sigur, at tað er lítið sannlíkt, at nakar dystur verður spældur í Føroyum, um Norðurlond fáa HM endaspælið um átta ár. Men ein heimsmeistarakapping hevur so nógvar aðrar tættir enn bara dystirnar, sigur Virgar Hvidbro, sum er sannførdur um, at tað hevði ført nógv gott við sær føroyskum kvinnufótbólti at frama. Kyndil VÍF 31 24 17 9 Durita C. Jojic VÍF 9 mál Turið Arge Samuelsen Kyndil 6 mál Marianna G. Eystberg Kyndil 6 mál Bára K. Hansen Kyndil 6 mál Uppskotið um at hækka markið fyri nær mvg skal rindast av heimavirkisvørum umframt at veita ein skattalætta til heimavirkaðar vørur, er til fyrimuns fyri professionellu klænaframleiðarnar. Tað sigur formaðurin í Fólkaflokkinum, Jørgen Niclasen. Partar av sniðgevara og klædnaframleiðandi vinnuni hava funnist hvassliga at uppskotinum hjá Jørgeni Niclasen, fyri ikki at virða, at talan er um eina professionella vinnu. Tríggjar ferðir hevur Jørgen Niclasen lagt uppskot fram um at hækka markið fyri, nær mvg skal rindast av heimavirkisvørum, umframt at inntøkur yvir 50.000 krónur skulu skattast við 15 prosentum. Jøgen Niclasen hevur lagt uppskotið fram tríggjar ferði, men tað er fallið hvørja ferð. Men hann ætlar at legga sama uppskot fram eftir valið. Í seinna hálvleiki bleiv dysturin munandi meira undirhaldandi, og eitt skifti var Kyndil á sigurskós, tá teir vóru á odda við fýra málum. Kyndil Neistin 22 23 8 9 Rasmus Søby Neistin 6 Hjalti M. Jacobsen Kyndil 4 Bartal K. Olsen Kyndil 4 Thomas Pauli Hanusarson Kyndil 4 Veddingarfyritøkurnar søgdu undan sangkappingini, at Sigmund fór at enda millum tey aftastu, men tá fyrsta sms atkvøðugreiðslan var tald upp, var sangur nummar fimm, Say My Name hjá Sigmundi, fyrsti sangur, ið kom víðari í finaluumfarið. Tað er vindurin og ikki full fólk, sum løgreglan hevur verið mest upptikin av hetta vikuskiftið. Av løgreglustøðini lata tey at, at tað hevur verið stak friðarligt. Hetta so at skilja, at sera nógv fólk hevur verið í býnum, men hesi hava ikki verið til nakran ampa hjá løgregluni. Í onkrum føri hevur løgreglan vakt fólk og fingið tey heim, tí hesi vóru sovnað har tey stóðu, men annars er tað mest vind og ikki fólk, sum løgreglan hevur hoyrt til. Tí fleiri fráboðanir komu í gjár, tá vindurin var upp á tað mesta. Í Havn fuku tunnur runt á vegnum, í Skálabotni hevði eitt neyst hug at fara í luftina og nakrar takplátur har høvdu rivið seg leysar, í Klaksvík argaði nógvi vindurin takið og úthangið á Badmintonhøllini og í Streymnesi fóru nakrir fiskakassar á flog. Men hóast fleiri fráboðani av hesum slagnum, er eingin skaðafráboðan komin enn. Dómsnevndin er samd um ein vinnara, sum livir upp til øll hesi krøvini. Filmurin er so hegnisliga gjørdur, at hann heldur forvitni inntakt, tí hann balanserar ímillum at vera komiskur og tragiskur, samstundis sum søgan er merkt av eini menniskjansligari skroypiligari javnvág og geografiskari bíðistøðu, sum skerpar støðuna, segði Birgir Kruse, formaður í dómsnevndini, sambært in.fo. Hetta er triðja ferðin, at Andrias Høgenni vinnur Geytan. Í 2015 vann hann við filminum Stina Karina og í 2016 vann hann við filminum Et knæk , sum eisini vann áskoðaravirðislønina tað árið. Í dómsnevndini, sum velur Geytavinnaran sita Birgir Kruse, formaður, Gunn Hernes, Norðurlandahúsið, Jan B. Jørgensen, Klippfisk, Marjun Niclasen, Filmshúsið, Eilen Anthoniussen, Tórshavnar Kommuna, Ivan Niclasen, Kringvarp Føroya. Skiparin umborð á Smyrli, Erland Norðberg, metti, at veðrið var so mikið ringt í gjárkvøldið, at tað var ikki siglandi. Tí avlýsti hann teir báðar túrarnar, sum skuldu siglast klokkan 18.30 og 21.15. Men tá hann sá, at veðrið batnaði, gjørdi hann av at sigla kortini, tó nakað seinni enn ferðaætlanin segði. Hesi boðini ringdi hann eisini inn til Strandferðsluna, men hesi boðini eru ikki komin út umvegis sms skipanina, sum fleiri brúka sum kunning um broytingar í ferðaætlanini. Klokkan 12.50 G10 VÍF H71 Klokkan 13.30 D10 Neistin H71 Klokkan 14.10 G12 VÍF Kyndil Klokkan 15.00 D12 H71 Kyndil Klokkan 15.50 G14 H71 Neistin Klokkan 16.50 D14 VÍF H71 Klokkan 17.50 G16 H71 Neistin Klokkan 19.25 D16 H71 StÍF Hugskotið var at gera ein film um eina hønu, sum fekk vit fimm dagar áðrenn hon skuldi drepast, men henda ætlanin mátti sleppast, tí illgruni var um fuglakrím í Danmark. Tí mátti Andrias Høgenni leggja á annan bógv, finna upp á eitt nýtt hugskot til film, sum gjørdist Ikki illa meint, ið endaði við at vinna Geytan í gjárkvøldið. Filmurin Ikki illa meint er 21 minuttir til longdar, høvuðsleikarar eru Mariann Hansen, Sissal Drews Hjaltalin, Niels Dampe og Jóhan Herlon Jacobsen. Leikstjóri er Andrias Høgenni. Kristina Háfoss er ógegni at gera tilmæli til donsku mynduleikarnar um, at Norðoya Sparikassi skal sleppa undan at vera SIFI banki. Tað sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum. Hann heldur, at landsstýriskvinnan átti at latið málið upp í hendurnar á løgmanni, soleiðis at sleppast kann undan øllum iva um gegnið. Ivi er sáddur um gegnið hjá Kristinu Háfoss í samband við, at føroyskir mynduleikar skulu koma við einum tilmæli til danskar mynduleikar um, at Norðoya Sparikassi skal sleppa undan at vera SIFI banki. Og landsstýriskvinnan í fíggjarmálum er dóttir nevndarformannin í Norðoya Sparikassa. Herd krøv til SIFI bankar Ein SIFI banki er ein banki, sum ikki kann fara á húsagang, tí tað verður mett at hava ov stórar avleiðingar fyri samfelagið, sum hann er partur av. Frá 2020 verða krøvini til SIFI bankar herd og tað fær avleiðingar fyri føroysku SIFI bankarnar, sum eru allir føroyskir bankar uttan Suðuroyar Sparikassi. Krøvini frá Fíggjareftirlitinum viðføra, at skulu teir halda fram við verandi virksemi, so skal Bank Nordik bjálvast við upp til eina milliard krónum eyka fram til 2025, Betri banki við eini 600 milliónum og Norðoya Sparikassi við eini 100 milliónum. Men Norðoya Sparikassi hevur vent sær til donsku myndugleikarnir og biðið um at sleppa undan at spjaldrinum SIFI og harvið herdu krøvunum á 100 milliónir krónur. Ikki formiliga ógegnig Aksel V. Johannesen, løgmaður, segði við útvarpið fríggjadagin, at Kristina Háfoss ikki formiliga er ógegnig, tí tað eru danskir myndugleikar sum taka endaliga avgerð um Norðoya Sparikassi framhaldandi skal vera at meta sum SIFI banki. Men Jenis av Rana er ikki samdur. Hann sigur seg hava álit á Kristinu Háfoss, men metir tað vera týdningarmikið, at hon letur hetta málið frá sær so sleppast kann undan øllum iva. Rávørurnar eru góðar, men føroyskir framleiðarar av matvørum eiga at leggja seg eftir at virka og dyrka rávøruna meira, so vit útflyta meira góðska matvørum, sigur Claus Meyer, kokkur, íverkseti og rithøvundur, sum vitjaði á tiltaki, sum Visit Tórshavn og Hugskotið skipaðu fyri í vikuni. Páll Rói Poulsen, sølumaður hjá Stórbilum, sum umboða Volvo bussar í Føroyum, sigur, at Volvo ikki kann veita dieselbussar í teimum nøgdum, sum tilboðið til Strandferðsluna upp á bygdaleiðir krevur. Volvo brúkar alsamt meira pláss til at gera bussar, sum eru grønari í rakstri, og pláss er ikki fyri dieselbussum í framleiðsluni í sama mun sum tað hevur verið. Í dag er føstulavintsmánadagur og vit hoyra um skjaldrið Oman kemur grýla. Kári Sverrisson greiðir frá. Hesa vikuna spæla vit føroyskt í útvarpinum, og í barnaútvarpinum hoyra vit søgur um sangir. Vit hoyra søgur um sangir í barnaútvarpinum. Hesa ferð hoyra vit um sangin um Gyklarin Pokus Pól og um Spælilandið. Ingi Hansen greiðir frá. USA og Kina hava um vikuskiftið gjørt somikið stór framstig í samráðingunum um handilssamskiftið, at Donald Trump hevur útsett ætlanina um at hækka tollin á kinesiskum vørum. Tollhækkingin skuldi eftir ætlan koma í gildi 1. mars. Av tí sama verður tollurin ikki hækkaður nú. Amerikanski forsetin sigur, at líkindi eru til, at hann um ikki so langa tíð fer at hitta kinesiska forsetan, so teir báðir kunnu skriva undir eina nýggja handilsavtalu. Hvussu langt samráðingarnar ímillum Kina og USA eru komnar, er kortini ikki greitt, men amerikanski forsetin sigur, at um einar tvær vikur verður væntandi komið á mál. Eisini kinesisku myndugleikarnir hava boðað frá, at stór framstig eru hend í samráðingunum. Trump hevur boðað frá, at tollurin á ávísar kinesiskar vørur skuldi hækka úr 10 upp í 25 prosent frá 1. mars, um eingin avtala fekst. Talan var um vørur fyri 200 milliardir dollarar, ið svara til 40 prosent av amerikanska innflutninginum úr Kina. Handilssamráðingarnar ímillum USA og Kina hava vart í tríggjar mánaðir, skrivar Ritzau. Loranmasturin á støðini á Eiði verður tikin niður, og økið verður ruddað, miljøruddað, sum tað stendur í uppritinum hjá Søfartsstyrelsen í Danmark, nú Føroyar skulu yvirtaka málsøkini sjóuppmerking og vitaverk. Loran C á Eiði varð stongd í 2015, tá avtalan millum Søfartsstyrelsen og det franske stýrið fyri virksemi á sjónum ikki varð longd. Uppskot er sent til hoyringar um at broyta lógina um meirvirðisgjald, so undantøkan, sum skuldi fara úr gildi 31.desember í ár, verður galdandi í fimm ár afturat, til 31.desember í 2024. Felagsskapir, stovnar og grunnar, sum gera íløgur í ikki vinnuligt, almannagagnligt frítíðarvirksemi, skulu tó rinda meirvirðisgjald í landskassan. Treytin er tó, at íløgan er yvir eina millión krónur, og í minsta lagi triðingurin er gáva ella innsavnaður peningur við óløntum og sjálvbodnum arbeiði. Petra hevur verið til reiðar at fáa børn í fleiri ár, men stóð tað til Asbjørn, kundu tey saktans bíðað í eitt ár. So Petra leitar eftir góðum ráðum. Sarita sigur, at hon kundi hugsað sær at róð skjótari, men at hon allíkavæl er nøgd. Tað er februar mánaður, og tað merkir, at tað aftur er tíð til Oscar handanina. Sunnukvøldið 24. februar verða The Academy Awards hildnar fyri 91. ferð í Los Angeles. Er nýmótans samfelagið vorðið eitt frísinnis paradís á jørð, ella hava vit púra gloymt ta kristnu moralsku kumpassina Kjakararnir Adam Holm og Eva Selsing diskutera, tá tey fara um landið. Í hesum partinum vitja tey Nazarets Kirkju í Keypmannahavn og kjakast um plássið hjá kristindóminum í tí danska samfelagnum. Tí skal meira gerast fyri at fremja kristnu virðini Ella hevur kristindómurin mist síni rættindi í nútíðar sekulera samfelagnum Rættarhjálpin veitir borgarum løgfrøðiliga hjálp og ráðgeving ókeypis, og tað er serliga eitt evni, sum fólk leita sær ráðgeving um. Tilsamans 15 prosent av fyrispurningunum í fjør snúðu seg um arv og skifti. Tey spyrja heilt grundleggjandi spurningar so sum, hvussu tey arvaligu viðurskiftini eru, tá foreldrini doyggja, hvussu skal mann handfara eitt skifti, nær kann mann gera eitt sokallað privatskifti og so framvegis, sigur Kristina Samulsen, sum er dagligur leiðari á Rættarhjálp Føroya. Hetta snýr seg um hjálp til sjálvhjálp, tað vil siga, at vit kunnu hjálpa og ráðgeva, soleiðis at fólk kunnu koma víðari, sigur Kristina Samuelsen og vísir á, at Rættarhjálpin á ongan hátt skal taka arbeiðið frá teimum ymsu advokatfeløgunum. Tá ferðafólk hjá Atlantic Airways fríggjadagin skuldu úr Keypmannahavn til Vágar, gekk túrurin ikki so lætt, sum tey høvdu væntað. Innflugvingin bleiv merkt av heldur óvanliga ógvusligum turbulensi, og tað hevur fingið nøkur av ferðafólkunum á túrinum at fortelja um hesa upplivingina á sosialu miðlunum og í fjølmiðlum. Kurt Fossaberg er Flight Safety Officer hjá Atlantic Airways og arbeiðir við trygdini í sambandi við flogferðslu. Í morgunsendingini greiddi hann frá innflúgvingini fríggjadagin Ávísar ættir í vágum eru meira buldraligar enn aðrar. Hesi ferðafólkini fríggjadagin fingu væl av turbulensi uppi yvir sørvágsfirði og eisini inni yvir sørvági, sigur Kurt Fossaberg og heldur fram Tá hann er sunnan og tendens til at fara yvir móti útsynningi í fjørðinum, gevur tað væl av turbulensi. Veður og vindur er nakað, sum varierar, og tað er nakað, mann veit av áðrenn, og ferðafólk verða vanliga kunnað um turbulens, sigur Kurt Fossaberg, sum eisini vísir á, at trygdin altíð hevur hægstu raðfesting. Eisini tá flogfarið kemujr í turbulens. Vindmyllulundin í Porkerishaganum skuldi upprunaliga vera 12 megawatt, men fyrr í februar gjørdist greitt, at lundin minkar niður í helvt, niður í 6 megawatt. SEV hevur boðað okkum frá, at tey hava valt at steðga á við ætlaðu pumpuskipanini, og tí er ikki tørvur á so nógvari orku júst nú. Tað segði Ari Johannesson, sum umsitur elveitingarmál á Orkudeildini á Umhvørvisstovuni, við útvarpið í síðstu viku. Hendrik Egholm vissar um, at Magn hevði latið tilboð inn, um verkætlanin ikki varð broytt. Men sambært felagnum eru fortreytirnar nú somikið grundleggjandi broyttar, at tað ber ikki til hjá felagnum at bjóða uppá vindmyllulundina í Porkerishaganum. Tað er beinleiðis ósakligt at minka eitt útboð niður í helvt, tvær vikur áðrenn freistin at bjóða er úti. Vit hava ongan kjans at geva eitt nýtt tilboð við so stuttum skotbrá, sigur Hendrik Egholm. Forstjórin í Magn vísir á, at felagið hevur arbeitt við hesum útboði í eitt ár. Eitt nú hevur tað tikið drúgva tíð at útvega bíliga fígging, ið er kappingarfør við ta fígging, sum SEV hevur atgongd til. Í samrøðu við útvarpið í síðstu viku segði Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, at øll viðurskifti kring pumpuskipanina eru ikki liðugt kannað enn og tí er neyðugt at taka henda partin burturúr verkætlanini. Og tí er ikki brúk fyri so nógvari vindorku júst nú. Eisini førdi stjórin í SEV fram, at neyðugt er at kanna aðrar møguleikar, til dømis at leggja ein elkaðal frá meginøkinum gjøgnum komandi Sandoyartunnilin og víðari um Suðuroyarfjørð. Hetta eru fortreytir, sum hava verið kendar í longri tíð. Tí er beinleiðis óseriøst at koma við hesum, tvær vikur áðrenn tilboðini skulu latast inn, heldur Hendrik Egholm. Útbjóðingin av vindmyllulundini í Porkerishaganum er eitt talandi dømi um, at neyðugt er at broyta elveitingarlógina. Og so mugu myndugleikarnir traðka í karakter, so skil er í, tá verkætlanir verða bjóðaðar út, sigur Hendrik Egholm. Sambært heimasíðuni hjá løgmanni eiga lógaruppskot, kunngerðir og ríkislógartilmæli altíð at verða send til ummælis hjá øllum viðkomandi pørtum. Vanliga eigur tíðarfreistin at lata inn ummæli at vera fýra vikur. Henda freist eigur ikki at verða skerd, uttan so at tað er átrokandi neyðugt. Men løgtingið skal tó hava tey mál, sum skulu leggjast fram seinasta framløgudag, í seinasta lagi nú hósdagin, sum er 28.februar, á middegi. Mál, sum skulu viðgerast í tingsetuni, men ikki eru komin løgtingsskrivstovuni í hendi á middegi hósdagin, mugu hava 17 undirskriftir fyri at verða løgd fram. Í fráboðan til keypsskálan í Oslo fríggjadagin, sigur Bakkafrost, at russisku matvørumyndugleikarnir hava strikað innflutningsbannið, sum kom í gildi í november í fjør. Í fráboðan 16.november í fjør segði Bakkafrost, at russisku matvørumyndugleikarnir fóru at steðga innflutningi frá Bakkafrosti á Glyvrum um eina viku. Leitað verður við staðkendum fólki og løgreglufólki við hundum. Orsøkin til, at leitað verður aftur í dag, er, at tað eru nøkur pláss sum ikki er leitað fyrr, og nú veðrið er gott, verður roynt aftur. Tað hevur viðrað illa síðani maðurin hvarv, og tí hevur ikki verið leitað. Men av tí at nøkur pláss eru eftir at leita, verður ein roynd gjørd í dag aftrat. Teir fyrstu dagarnar eftir at maðurin hvarv, varð leitað leingi, bæði við fólki, servandum hundum og tyrlan og Brimiul letaðu eisini. Men eingi spor vóru eftir mannin. Einki samband hevur verið við ferðamannin, síðani hann fór úr tyrluni í Hattarvík um middagsleitið fríggjadagin 11. januar. Tá leitingin í dag er av, verður neyvan leitað meir, upplýsir løgreglan. Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni, skrivaði leygardagin undir byggisáttmála við norsku skipasmiðjuna GS Marine Produksion um bátin. Sáttmálakostnaðurin er 33,7 milliónir krónur. Skipasmiðjan hevur drúgvar royndir at byggja hetta bátaslagið, og bygginummarið hjá Strandferðsluni er 49. Báturin kann bæði brúka ravmagn og gassolju, og hann kann ganga 20 míl. Báturin tekur 96 ferðafólk og tríggjar persónbilar ella ein stóran bilur. Suleiman ynskir sær lærarastarv, Magda droymir um at arbeiða við børnum. Ella søkir um at arbeiða við djórum. Linda T rner er serkøn innan integratión og vil hava arbeiðsávísingina at royna annan leist fyri at fáa nýkomin fólk í arbeiði. Skrivstovan í rnsk ldsvik verður besta arbeiðsávísing í Svøríki. Við at íðka ítrótt tvær til tríggjar ferðir um vikuna, kanst tú sum 70 ára gomul ella gamal, vera betur fyri enn ein, sum er 30 ár, vísir kanning hjá Magna Mohr, lektara í heilsuvísindum. Samrøður eru við hesi fólk Katrin Antonia Fjalsbak, Visit Vágar Hans Olaf Debes, parkeringsvørður Arngerð Davidsen, flogterna Gunnleif Danielsen, hýruvognsførari hjá Bil Diana Glerfoss, ferðafólk Birna og Sølvi Vatnhamar, ferðafólk Regin Davidsen, bilútleigan 62 N Jóhanna Rasmussen, Hotel Føroyar Alith Djurhuus, Eysturrutan Poul Andrias Ziska, høvuðskokkur á KOKS Johannes Jensen, stjóri hjá Gist og Vist Gudny Langgaard, stjóri, í Vága Floghavn Hanna Kristina Krossgil, avgreiðslufólk hjá Atlantic Airways Fróði Danielsen, sløkkiliðsmaður Í 2016 vann Jamala Eurovision sangkappingina fyri Ukraina við lagnum 1944, sum týðiliga vísti, at ESC ikki einans er glansur og gleimur. Aftanfyri sangtekstin er ein døpur søga og beiskur veruleiki. Fyri SVT hevur Elin J nsson fylgt Jamalu og familju hennara. Hans Jon Askham sigur, at ov nógv ógreið viðurskifti eru í sambandi við útbjóðingina av Bygdaleiðum, og tí heitir hann á Strandferðsluna um at útseta útboðið eitt ár, til Eysuroyartunnilin er liðugur. Tilsamans 17 virðislønir skulu latast. Umframt tær níggju omanfyri eru virðislønirnar hesar Ársins videolag, Ársins nýggja navn, Ársins framleiðari, Ársins tekstur, Ársins húsi, Áhoyraravirðislønin, Ársins átak og Ársins tónleikaheiður. Tilnevningarnar í hesum flokkum verða kunngjørdar seinni. Fíggjarmálaráðið bað í síðstu viku Kommunuala eftirlitið í Heilsu og innlendismálaráðnum um at geva sjey býðráðslimum í Vági dagbøtur fyri at samtykkja fíggjarætlanina fyri 2019 uttan at taka Marghøllina við í roknskapin hjá kommununi. Tær báðar hallirnar gera, at nettoskuldin hjá Vágs kommunu fer upp um eina álíkning í ár, men skuldin verður væntandi undir eina álíkning í 2020. Marghøllin ger tó ikki, at Vágs kommuna noyðist at broyta raðfestingar í fíggjarætlanini fyri 2019 og seta pening av til Marghøllina. Býráðið í Vági hevur tó ikki søkt um loyvi til at skylda meira enn eina álíkning, men enn er ikki greitt, um Fíggjarmálaráðið ger nakað við tað. Hetta er seinasta stigið hjá umstrídda forsetanum í Sudan, har nógvur ófriður hevur verið seinastu vikurnar. Tað skrivar tíðindastovan AFP. Bashir, sum millum annað hevur verið eftirlýstur av altjóða revsidómstólinum í Haag fyri sín leiklut í fólkadrápinum í Darfur, hevur sitið við valdinum í Sudan síðani hernaðarkvettið í afrikanska landinum í 1989. Samstundis sum undantaksstøðan varð sett í verk, koyrdi hann alla stjórnina frá, eisini forsætisráðharran, Moussa, og guvernørarnir í øllum teimum 18 landspørtunum. Mótmælisgongur hava verið kring høvuðsstaðin í Sudan síðani 19. desember, og forsetin hevur fleiri ferðir biðið herin um at leggja uppí. Nógv mótmælisfólk hava latið lív í Sudan. Tíðindastovan AFP skrivar, at mótmælini byrjaðu, tá breyðprísirnir trífaldaðust eftir stuttari tíð. Mannarættindafelagsskapir siga, at stjórnin í Sudan hevur brotið mannarættindi fleiri ferðir. ST hevur sett tiltøk í verk móti landinum síðani 1995. Kim Jong un kom við toki til Vjetnam, og ferðin úr Norðurkorea til útriðina av Hanoi vardi í hálvt triðja samdøgur. Tokið koyrdi 4.000 kilometrar, skriva tíðindastovurnar hjá Ritzau og AFP. Kim Jong un er fyrsti leiðarin sum hevur vitjað í Vietnam, síðani abbi hansara, Kim Il sung, vitjaði í Vjetnam í 1964. Donald Trump, forseti í USA, kemur eftir ætlan til Hanoi í kvøld í flogfarinum, Air Force One. Eygleiðarar siga, at teir báðir mugu vera meira ítøkiligir, enn teir vóru eftir fundin í Singapore í fjør summar. Tá var einasta úrslitið, at báðir partar tóku undir við, at eingi kjarnorkuvápn skuldu vera á koreansku hálvoynni. Trygdin í landinum er herd munandi, nú teir báðir skulu hittast. Vápnaðir hermenn og løgreglumenn eru í gøtunum, og myndugleikarnir hava stongt strekkið til Hanoi, sum er 170 kilometrar langt. Í hvussu so er løgmaður og tríggjar landsstýriskvinnur skulu til Suðuroynna at fundast við Bú og heimatænastuna í oynni. Bú og heimatænastan sigur seg hava ov fáar pengar til eldrasamstarvið og vil fundast við landsstýrið um tað. Bú og heimatænastan bað landsstýrið um eina serskipan, sum Sandoyggin hevur, men hana fingu tey ikki. Fundur var í januar, og tá varð avtalað at hava fund aftur fyrst í februar. Men enn er eingin fráboðan komin, sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vági og formaður í stýrinum hjá Bú og heimatænastuni. Stýrið hevur oftari enn eina ferð spurt, hvussu verður við fundinum, men uttan úrslit. Í desember í fjør segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, at eingin serskipan verður gjørd fyri eldraøkið í Suðuroynni. Tá hótti stýrið fyri eldraøkið við at leggja frá sær, tí tað fekk ikki økið at klára seg fíggjarliga. Men løgmaður svaraði, at hóast inntøkugrundarlagið í Suðuroynni er lægri enn aðrastaðni í landinum, kemst tað ikki av, at eldraøkið varð flutt út til kommunurnar. Hallið hjá Bú og heimatænastuni var nakrar milliónir krónur í fjør. Útboðið av vindmyllulundini í Porkerishaganum er tódnað niður í helvt, úr 12 megawatt niður í seks metawatt, í tólvta tíma áðrenn freistin at bjóða er úti 1. mars. Hóast pumpuskipanin er ein grundleggjandi fortreyt fyri stóru vindmyllulundini í Porkerishaga, so fekk myndugleikin einki at vita um, at SEV hevur slept hesi ætlan í fyrsta umfari. Ikki fyrr enn 1. februar fekk Orkudeildin á Umhvørvisstovuni boðini frá SEV, sum segði at pumpuskipanin varð slept fyribils. Í skrivinum til Orkudeildina á Umhvørvisstovuna, dagfest 1. februar, vísir SEV á, at kostnaðurin fyri pumpuskipanina er tvífaldaður í mun til upprunaligu verkætlanina prísurin er farin úr 90 100 milliónum upp í 180 milliónir krónur. Í svarskrivi til SEV, dagfest 20. februar, sigur Orka seg ikki taka undir við avgerðini hjá SEV um at steðga á við pumpuskipanini. Ari Johannesen vísir á, at SEV søkti um loyvi at fara undir ítøkiligu pumpuskipanina 22.mars í 2017. Og henda pumpuskipan er seinni blivin grundleggjandi partur í útbjóðingini av vindmyllulundini júst tí at vindorkan skal brúkast pumpuskipanina. Sambært Orku fer útbyggingin í Suðuroynni, við vindmyllum og pumpuskipan, at flyta Suðuroynna frá at vera umleið 10 prosent grøn til at vera umleið 80 prosent grøn. Og til ber at spara 5.000 tons av tungolju um árið á elverkinum í Vági, sigur Orka. Fólk í ferðavinnuni í Føroyum hava í fleiri førum verið noydd til at sannføra útlendingar um, at tey eru vælkomin til Føroya sum ferðafólk síðsta vikuskiftið í apríl, hóast Visit Faroe Islands hevur boðið útlendingum til Føroya at rudda og gera annað viðlíkahaldsarbeiði síðsta vikuskiftið í apríl. Hetta tulka nógv soleiðis, at onnur ferðafólk ikki eru vælkomin til Føroya hetta vikuskiftið. Men tað hevur ongantíð verið ætlanin við tiltakinum vikuskiftið eftir páskir. Hetta fingu fólk eisini at vita á sølustevnuni Ferie for alle, sum var í Herning í Danmark, hóast Visit Faroe Islands ikki var har. Heimasíðan Standby.dk tosaði við fólk, sum umboða ferðavinnuna í Føroyum, og fekk at vita, at øll er vælkomin til Føroya síðsta vikuskiftið í apríl, eisini tey, sum ikki verða boðin til viðlíkahaldsdagar. Sambært Útvarpinum 21. februar fáa hundrað útlendingar ókeypis uppihald í Føroyum síðsta vikuskiftið í apríl, um tey afturfyri vilja arbeiða á nøkrum ferðafólkastøðum. Visit Faroe Islands rindar gistingina og matin. Sambært Orkudeildini á Umhvørvisstovuni, sum er myndugleikin á økinum, var pumpuskipanin ein fortreyt fyri tí vindmyllulund í Porkerishaganum, sum nú í tólvta tíma er tódnað niður í helvt. Vit hava skyldu at kanna og samanbera allar møguleikar, sigur Hákun Djurhuus, sum er ósamdur við Orku í, at pumpuskipanin var ein grundleggjandi fortreyt fyri vindmyllulundini í Porkerishaganum. Sambært stjóranum verða nú trý alternativ umrødd í leiðsluni hjá SEV. Eitt alternativ er at leggja ein kaðal frá meginøkinum til Suðuroyar, eitt alternativ er at halda fast um pumpuskipanina í Suðri og eitt triðja alternativ er at gera bæði. SEV boðaði Orkudeildini frá hesum í skrivi 1. februar, ein mánað áðrenn freistin at bjóða uppá vindmyllulundina er úti, 1. mars. Boðini fingu Orkudeildina at minka útboðið niður í helvt, úr 12 megawatt niður í seks megawatt. Men sambært Hákuni Djurhuus ber væl til at bjóða 12 megawatt av vindorku út í Suðri, hóast pumpuskipanin ikki verður veruleiki í fyrsta umfari. Men hesum er myndugleikin á økinum, Orka á Umhvørvisstovuni, sum nevnt ósamdur í. Upprunaliga verklagslógin fór úr gildi á nýggjárinum, og fyri at kunna brúka tær 14,4 milliónirnar, ið eru settar av á fíggjarlógini at gera skúlan lidnan fyri, er neyðugt við einari nýggjar verklagslóg. Uttan verklagslógina er ongin heimild at brúka peningin. Seinasti framløgudagugr í tinginum er 7.mars. Uppskot, sum skulu leggjast fram til hesa freist skulu vera løgtingsskrivstovuni í hendi í seinasta lagi 28.februar klokkan 12. Arbeitt verður uppá FM sendaran á Húsareyni í kvøld. Tað ávirkar útvarpið í kvøld. Væntast kann tí, at útvarpið er burtur í eitt korter frá klokkan 19 30 til klokkan 19 45 í kvøld á FM. Eldrasamstarvið í Suðuroynni bíðar enn eftir fundarboðum frá landsstýrinum, hóast fundurin skuldi havt verið fyrr í hesum mánaðinum. Men løgmaður svaraði, at hóast inntøkugrundarlagið í Suðuroynni er lægri enn aðrastaðni í landinum, kemst tað ikki av, at eldraøkið varð flutt út til kommunurnar. Kommunurnar í Suðuroynni brúktu nakrar milliónir krónur meira til Bú og heimatænastuna í fjør enn tær fingu frá landinum til eldraøkið. Oddbjørn Joensen, Tróndur Arge og Jákup Ósá taka saman um tað, ið hendi farna vikuskifti. Serliga er tað útskiftingin hjá Chelsea, í finaluni um Carabao Cup, ið aldrin bleiv til nakað sum setir dagsskránna. Sambært uppskotinum, so skulu limirnir í Búskaparráðnum vera búskaparfrøðingar, og útbúgving teirra skal í minsta lagi vera á masterstigi. Limirnir skulu hava viðkomandi arbeiðsroyndir sum búskaparfrøðingar. Í viðmerkingum sigur landsstýriskvinnan, at samansetingin av ráðnum til tíðir hevur verið soleiðis, at fólk við drúgvum arbeiðsroyndum hava verið undirumboðað í ráðnum. Sverri Hansen segði seg í oktober í fjør frá sum formann í Búskaparráðnum. Grundgevingin hjá honum var, at hann var misnøgdur við samansetingina av Búskaparráðnum. Tað mælir umsitingin hjá Tórshavnar kommunu til. Málið er samtykt bæði í Byggi og býarskipanarnevndini og í Fíggjarnevndini. Tað er á skránni fyri býráðsfundin nú hóskvøldið. Í oktober 2017 samtykti býráðið at seta bygginevnd at útvega byggiskrá til røktarheim og røktaríbúðir. Røktarheimið verður 6.600 fermetrar. Har verða 64 búpláss og 16 røktaríbúðir. Økið, sum umsitingin hjá býráðnum vísir á at brúka til røktarheim og røktaríbúðir, er oman fyri býlingin undir Fjalli. Býráðið hevur ætlanir um at gera Marknagil til ein býarpartsdepil. Tað er als ikki gott fyri húðina, tí hon hevur lyndi at turkast upp, tá vit brúka vatn. Ístaðin kanst tú brúka eina góða reinsimjólk, skintonic og enda við einum góðum, vætugevandi kremi. Í Snipp snapp eru teknifilmar, ið eru ætlaðir smáum børnum. Snipp snapp er hvørt mikukvøld og verður endursent hósdag og um vikuskiftið. Ewald Kjølbro, fyrrverandi stjóri á Landsverki, tekur 1. mars við starvinum sum deildarstjóri í byggifelagum MT Højgaard, og fær ábyrgd av virkseminum hjá byggifelagnum í Føroyum. Ewald Kjølbro er 54 ára gamal, og hann var stjóri á Landsverki frá 2011 til desember í fjør. Stóra virksemið í Føroyum er orsøkin til, at styrkt verður um leiðsluna í Føroyum, sigur MT Højgaard í tíðindaskrivi. Gunnar Grækarisson, sum hevur verið leiðari hjá MT Højgaard í Føroyum, heldur fram at hava ábyrgd av sølu og tilboðum í Føroyum, og harumframt fer hann at styrkja tilboðsarbeiðið í allari norðuratlantisku deildini hjá byggifelagnum. MT Højgaard hevur millum annað verið við til at byggja nýggja bygningin á Landssjúkrahúsinum, sum varð latin fýra mánaðir fyri tíðina, sambært tíðindaskrivinum. Byggifelagið MT Højgaard hevur harumframt gjørt sáttmálar um bæði privatar og almennar byggiuppgávur, eitt nú at útbyggja skúlan í Fuglafirði. Ewald Kjølbro var stjóri í Landsverki til 19. desember, tá hann og Samferðslumálaráðið avgjørdu at enda samstarvið orsakað av byggimálinum á Glasir. Magni Laksáfoss, uttanflokkatingmaður, tók ikki undir við uppskotinum, sum hann, saman við andstøðuni, hevur lagt fram um at gera tunnil til Fámjins. Tørvur er á at kanna neyvari, hvussu tað verður leitt í føroyskum privatum virkjum og almennum stovnum, tí ov lítil vitan er um, hvussu tað stendur til við leiðslu í Føroyum. Tað heldur Árni Jóhan Petersen, adjunktur á Fróðskaparsetur Føroya, sum undirvísur í millum annað leiðslu, og í løtuni skrivar Ph.d. Hann hevur gjørt eina lítla forkanning av leiðslu í stórum privatum virkjum í Føroyum, og hevur ætlanir um at fara at granska í leiðslu í Føroyum. Hann hevur varhugan av, at leiðslur í nógvum førum leiða ov eintáttað eftir einum leiðsluhátti, og taka ikki í nóg stóran mun atlit til umhvørvið, og tað, sum starvsfólkini halda og vísa á. Men neyðugt er at kanna økið nærri, fyri at staðfesta, um hetta er so, og fyri at kunna bæta um leiðslu í Føroyum. Leygarkvøldið 16. februar fór Teater Grugg á pall við 24 miseydnaðum føroyingum. Tað er norski dramatikarin Jesper Halle, ið hevur skrivað henda upprunaliga norska leikin, meðan Ria og Súsanna Tórgarð hava týtt leikin til føroyskt. Leikararnir á palli eru Petur Meinhard Ellebye Andersen, Ria Tórgarð og Súsanna Tórgarð. Harumframt telur leikurin eisini tríggjar filmsleikarar Áslu Olsen, Bjørk Búadóttir Tórgarð og Róu Helmsdal Clothier. Barbara Hentze í Stórustovu, dramaturgur, og Rudolf Joensen, sjónleikari, ummæla leikin. Tú kanst hoyra ummælið her Hvat er leiðsla, og hvussu hevur hugtakið broytt seg gjøgnum tíðirnar. Vit lýsa leiðsluhugtakið søguliga og ástøðiliga saman við Súsonnu Olsen, sum undirvísur í leiðslu á Fróðskaparsetrinum. Klaksvíkar Sleipistøð hevur ment seg nógv seinastu árini, og stjórin varð valdur ársins leiðari í fjør. Vit skifta orð við Frimodt Rasmussen stjóra. Hvat vita vit um leiðslu í Føroyum, og hvussu stendur til við leiðslu Árni Jóhan Petersen, adjunktur, undirvísir í leiðslu og hevur gjørt forkanning um leiðsla á stórum privatum virkjum í Føroyum. Kann ein leiðsla vera ónd, rá og kynisk. Tað eru millum spurningarnar, vit seta Einu Andreasen, sum hevur egnu ráðgevingarfyritøku. Eina hevur skrivað diplomuppgávu um, tá leiðsla verður forráað Hvør er munurin á at vera leiðari í Føroyum og uttanlands Vit tosa við Rúnar Reistrup, stjóra í Hey , sum millum annað hevur verið produktstjóri hjá Vodafone í London. Kanska verður Biskupsstøðgarðurin liðugur seint í summar, sigur Archibald Black, ið er ein av høvuðsmonnunum handan verkætlanina við at endurbyggja garðin hjá Nólsoyar Pálli, men tað tekur tíð, tí alt skal kannast og gerast við hond. Herfyri fekk Archibald Black Listavirðisløn Nólsoyar Páls. Og vit hava hitt Archibald til eitt prát um eitt nú Biskupsstøðgarðin, tónleik og list. Tú kanst hoyra samrøðuna her Leiðsla, sum vit kenna hugtakið í dag, kom við ídnaðarkollveltingini. Tá var fatanin av menniskjum og arbeiðarum, at tey skuldu stýrast og verða lýðin mótvegis stjóranum, sum ráddi. Leiðsluhættir og fatanin av menniskjanum er broytt gjøgnum tíðina, og í dag er rákið meira, at starvsfólk skulu motiverast til at fremja sítt besta. Tað vísur Súsanna Olsen, lektari í samfelagsvísindi á Fróðskaparsetur Føroya, sum eisini undirvísur í skeiði á Námsvísindadeildini í námsfrøðiligari leiðslu, starvsfólkaleiðslu og strategiskari leiðslu. Hans Johannes á Brúgv, stjóri í FAS, sigur, at tá eitt skip skal skrásetast í FAS, verður tað kannað um partafelagið um er skrásett í Føroyum og um felagið hevur føroyskan umboðsmann ella føroyskan nevndarlim. FAS kannar ikki fíggjarligu viðurskiftini, sigur Hans Johannes á Brúgv. Nýggja lýsingarátakið hjá Visit Faroe Islands ørkymlar, skapar ótryggleika á ferðaskrivstovum, og kann skala umdømið hjá Føroyum. Orsøkin er, at lýsingarátakið er ikki satt. Tað heldur stjóri á lýsingarstovu. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í orkumálum, hevur boðsent nevndina í SEV á fund við seg fyrrapartin í dag. Endamálið er at fáa greiðu á stóru orkuútbyggingini í Suðuroynni, sum upprunaliga skuldi fevna um eina stóra vindmyllulund og eina pumpuskipan, ið tilsamans kundu flutt elframleiðsluna í Suðuroynni frá at vera 10 prosent grøn til at vera 80 prosent grøn. Men SEV er farið at ivast í, um tað er rætt at gera íløgu í eina pumpuskipan í Suðuroynni, heldur enn at leggja ein kaðal úr meginøkinum til Suðuroynna. Tann støðan ger, at vindmyllulundin í Porkerishaganum tódnar niður í helvt, úr 12 megawatt niður í seks megawatt. Fólkini, ið hava skrivað undir áheitanina til myndugleikarnar, finnast at vantandi vitan og upplýsing, og stúra fyri, at nýggja tøknin fer at hava skaðilig árin á heilsuna. Ofta hoyrir mann søgur um lærarar, sum slógu skúlabørnini. Fyrr var púra vanligt, at skúlabørn, sum ikki skikkaðu sær soleiðis, sum lærarin ynskti, vórðu flongd ella fingu aðra líknandi revsing. Men í dag hava vit tíbetur eina lóg, sum verjir skúlabørn móti júst tí. Men trupulleikin við harðskapi í fólkaskúlanum er tó ikki burtur. Tað er nevniliga soleiðis, at fleiri lærarar uppliva bæði harðskap og hóttanir frá bæði næmingum og foreldrum at næmingum. Hetta er ein trupulleiki, sum møguliga er vaksandi, og sum er umráðandi at umrøða, sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum. Og tí eigur Undirvísingarstýrið saman við skúlaleiðslunum at taka hesa avbjóðing upp, sigur hann. Mangla foreldur og skúlabørn virðing fyri lærarum Og hvør er orsøkin til, at summir lærarar verða so illa viðfarnir Tað práta vit við Herálv Jacobsen um. Gurið Petersen, kandidatur í pedagogiskari sálarfrøði, hevur kannað, hvussu tað er at liva við sálarsjúku í Føroyum. Hon sigur, at vit duga væl at góðtaka fólk við sálarsjúku við okkara orðum, men ikki so væl við okkara gerðum, tí sannleikin er tann, at tey ofta kenna seg uttan fyri felagsskapin. Eisini vísir hon á, hvussu umráðandi tað er, at fólk við sálarligum avbjóðingum vera hildin í gongd og kenna seg sum ein aktivan part av samfelagnum, tey liva í. Vit kunnu kalla hetta eina hugnakapping, sigur Jákup Sørensen, sum longu nú kann boða frá, at Tórshavn bridgefestival verður aftur næsta ár. Niðurstøðan er, at tað er sera umráðandi, at koyrandi trukkar og fólk í arbeiði ikki eru so nær hvørjum øðrum, at bara heilt fá fótafet gera mun. Óhappið hendi, tá tann, sum fekk skaða, bakkaði út frá skiljibandinum, samstundis sum trukkurin, sum koyrir fisk á skiljibandið, kom framvið og rendi á hann. Tá ið ein skipan verður forráað, kenn ein leiðsla gerast kensluleys, rá ella harðrend, í bæði tonkum og framferðarhátti, og tað kann skjótt føra til valdsmisnýtslu. Hetta eru nøkur av orðunum, sum Eina Andreasen setir á leiðslur, sum eru forráaðar. Hon hevur skrivað høvuðsritgerð um evnið, men hon hevur eisini sjálv upplivað hetta á egnum kroppi, og tað er oftast samskiftið ella vantandi samskifið sum liggur í buktini. Tað er sum ein múrur er fyri. Um eg síggi okkurt, sum ikki virkar, og royni at siga frá, men bara verið møtt við tøgn, so førir tað eina stóra frustratión við sær, sigur Eina millum annað í hesi samrøðuni. Vandin er, um ein skipan ikki rúmar ósemjum ella at fólk verða hoyrd. Eina er útbúgvin ergoterapeutur, og hon hevur við tíðini tikið aðrar útbúgvingar, millum annað diplomútbúgving í leiðslu, har hon skrivaði høvuðsuppgávu um Forráan innan leiðslu . Hoyr alla samrøðuna her. Koyrt verður til klokkan ellivu leygarkvøld, og sunnudagar millum klokkan 10 00 og 21 00, sambært uppskotinum. Bygdirnar hava tó tilkallivakt um vikuskiftið. Onnur byrjar á Hamrinum á Argjum, fer til Hoyvíkar, og endar aftur á Hamrinum. Hin byrjar á Norðasta Horni, fer niðan á Háls, og endar á Norðasta Horni. So eru tvær síðuleiðir, sum koyra hvønn hálvan tíma. Onnur byrjar við AB vøllin, fer til Hoyvikar, og endar aftur við AB vøllin. Hin byrjar Millum Gilja, fer oman í Steinatún og niðan aftur Millum Gilja. Sáttmálin, sum Tórshavnar kommuna hevur um Bussleiðina við Sp f Gundur s bussar, er longdur til 1. apríl í ár. Í honum eru 31.133 tímar. Men í nýggju ferðaætlanini verða 35.599 tímar. Býráðið fer í annaðkvøld at taka støðu til eitt tilmæli hjá meirilutanum í Teknisku nevnd um at fara undir eina royndarskipan, sum Gundur s bussar skulu hava frá 1. apríl í ár til 1. apríl næsta ár. Kappingareftirlitið kannaði, um samanleggingin er í tráð við kappingarlógina, tí umsetningurin hjá feløgunum báðum er oman fyri mørkini í lógini. Kappingareftirlitið sigur, at eftir samanleggingina hevur Borg 25 til 30 prosent av marknaðinum í Føroyum. Borg hevði 20 til 25 prosent. Kappingareftirlitið sigur, at næstan ein fjórðingur, 22 prosent, av timbrinum, sum kemur til Føroya, fer uttan um timburhandlarnar beinleiðis til byggivinnuna ella aðrar brúkarar. Í samband við útbygging av vinnuvirksemi í Funningsfirði er neyðugt at víðka havnarlagið við eini útfylling umleið 500 fermetrar frá bryggjukantinum og suður ímóti grótkastinum, stendur í fundarskránni fyri býráðsfundin. Samlaði kostnaðurin fyri hetta er mettur til 5 600.000 krónur. Vinnu og havnarnevndin mælir til at útfyllingin verður gjørd, og fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Vinnu og havnarnevndini. Millum 1.100 og 1.200 fólk í Tórshavnar kommunu hava ikki egnan kommunulækna í løtuni, og tað hava fólkini ikki havt í minsta lagi eitt ár. Tey eru í eini læknaeind fyri seg, men hvørki lækni ella høli eru til tey. Heilsutrygd sigur, at støðan við kommunulæknum í Føroyum er batnað seinastu árini. Í løtuni eru 34 viðtalur í Føroyum, og 24 læknar eru í føstum starvi. Til samanberingar vóru 17 kommunulæknar í føstum starvi í mars 2017. Hvalbiar kommuna hevur givið Bakkafrosti loyvi at ala á fjørðinum, og kommunan hevur eisini samtykt at geva Bakkafrosti eitt øki á havnalagnum í Nesi til landstøð. Hóast Bakkafrost fær atgongd til havnalagið í Nesi, so skulu tey sum hava bát liggjandi í bátahylinum, framvegis hava atgongd til økið, sigur hann. Eftir krøvunum skal økið hjá Bakkafrosti í Nesi hegnast inni, og tað verður eisini loyvi givið til, og hevur alifyritøkan tørv á størri øki, so verður tað eisini játtað teimum, sigur borgarstjórin. Hvalbingar eru spentir uppá nýggju vinnuna á fjørðinum, og Janus Thomsen sigur seg rokna við, at nøkur arbeiðspláss í Hvalba nú vera í alivinnuni, og tað fegnast fólk um. Alivirksemið kann eisini hava ávirkan á aðrar vinnur, ið eru eitt nú vinnur, sum veita tænastur, og tað er bara ein fyrimunur aftrat, sigur borgarstjórin í Hvalba. Ongin føroysk bók er tilnevnd Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í ár. Vit fáa beinleiðis orðaskifti millum Berg Djurhuus Hansen, Kinnu Poulsen, Urd Johannesen og Carl Jóhan Jensen. Á Bókadøgunum fyri jól varð avdúkað hvør gjørdist vinnari av skaldsøgukappingini hjá føroysku bókasølubúðunum. Og vinnara skaldsøgan gjørdist Ikki fyrrenn tá eftir Oddfríð Marna Rasmussen. Jógvan Isaksen ummælir nýggju skaldsøguna, sum Sprotin gav út herfyri. Omanfyri 100 ára gamli Strindberg klassikarin Deyðadansur verður nú borðreiddur sum matsjónleikur. Vit fregnast hjá Gunvá Zachariassen um leikin, sum verður spældur um landið, og á fyrsta sinni í Vestmanna í kvøld. Í hesum døgum venur Klaksvíkar Sjónleikafelag ein barnaleik, sum verður pallsettur á Spinnarínum í Klaksvík. Vit tosa við Duridu Samuelsen um henda leikin. Í kvøld verður aftur legendukvøld í Spaniastovu í Klaksvík. Og gesturin hesuferð er Fríðbjørg Jensen. Vit fáa orðið á vertin Rudolf Joensen. Tú kanst hoyra sendingina her Onki føroyskt verk er í uppskoti til Norðurlendsku bókmentavirðislønina í ár. Hetta hevur trýmannanevndin í uppskotsnevndini, Kinna Poulsen, Bergur D. Hansen og Marianna Hoydal tikið avgerð um. Eftir henda avgerð varð almannakunngjørd 21. februar, hevur stórt kjak tikið seg upp millum fólkið, serliga á sosialu miðlunum, og nógvar eru áskoðarnar á um avgerðin er røtt ella skeiv. Hvørjar neiligar og jaligar avleiðingar kann henda avgerð hava fyri høvundar og fyri føroyska bókmentapallin úti og heima verður millum annað kjakað um í hesum orðaskifti, har pallborðsluttakararnir eru høvundin, Carl Jóhan Jensen, sum í 2017 gav út skaldsøguna Sær, sum fleir hava undrast á ikki var kosin at vera í uppskoti til Norðurlendsku bókmentavirðislønina 2019, Urd Johannesen, bókasamskipara á FarLit, ein verkætlan undir Mentamálaráðnum, hvørs endamál er at at marknaðarføra, varpa ljós á og kunna um føroyskar bókmentir úti í heimi, umframt tveir av limunum í sitandi uppskotsnevnd til Norðurlendsku Bókmentavirðislønina, Berg Djurhuus Hansen, dekanur á Fróðskaparsetri Føroya og Kinnu Poulsen listaummælara og lektari á Glasi. Sambært lógini um býarskipanir og byggisamtyktir skulu kommunur í seinasta lagi 31. desember 2010 hava sent landstýrinum byggisamtykt til góðkenningar fyri allar bygdir í kommununi. Eingin byggisamtykt er í Hesti, og tí er uppskot nú gjørt um hana. Av tí, at eingin byggisamtykt er í Hesti, ber ikki til at avgreiða byggimál og matrikkulmál í Hesti. Tórshavnar kommuna fær umsóknir um at keypa grundstykki í Hesti. Men tað ber ikki til at avgreiða hesar umsóknir, tí eingin byggisamtykt er. Uppskotið um byggisamtykt skipar bygdina í Hesti í seks øki, sum eita bústaðarøki, havnarøki, almennir stovnar og mentan, neyst og bátpláss, frítíðarhús og summarhús og landbúnaður og alment frílendi. Nýggja bústaðarøkið er norðan fyri bygdina, millum verandi sethús og kirkjugarðin. Beint sunnan fyri bygdina er eitt grundøki, sum er 3.300 fermetrar. Tað eigur Tórshavnar kommuna. Har verða summarhúsini. Stykkini verða 250 fermetrar. Samtykkir býráðíð í kvøld uppskotið um byggisamtykt fyri Hest, verður tað lagt til almenna hoyring í mars. Hoyringin er í seks vikur. Í dag skal Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, siga løgtinginum, hvussu er vorðið við málinum um tilboðið frá Novo Nordisk grunninum um diabetessamstarv og at byggja miðstøð fyri diabetes í Føroyum. Løgtingið skal eisini atkvøða, um Poul Michelsen, landsstýrismaður, skal svara einum fyrispurningi frá Helga Abrahamsen, løgtingsmanni, um Føroyar sum royndarland fyri 5G netið. Á middegi í dag skal Løgtingsskrivstovan hava tey mál, sum skulu leggjast fram í hesari tingsetuni. Seinasti framløgudagur er um eina viku, hósdagin 7.mars. Mál, sum skulu viðgerast í tingsetuni, men ikki eru komin løgtingsskrivstovuni í hendi á middegi í dag, mugu hava 17 undirskriftir fyri at verða løgd fram. Fiskimálaráðið ætlar at selja góð 6.000 tons av makrelkvotu, stívliga 52.000 tons av svartkjaftakvotu og 40.000 tons av sildakvotu á uppboðssølu í ár. Harumframt verða 3.000 tons av botnfiskakvotu í Barentshavinum seld á uppboðssølu í ár. Kunngerðin varð send til hoyringar 7. februar við freist at svara 15. februar. Við støði í teimum hoyringarsvarum, sum Kringvarpið hevur fingið fatur í, ber til at staðfesta, at vinnan er harðliga ímóti tí leisti, sum landsstýrismaðurin ætlar at skipa uppboðssøluna. Fiskivinnuráðið sum umboðar fiskivinnuna á sjógvi og landi og við lóg skal hoyrast í samband við broytingar í fiskivinnu tekur als ikki undir við at selja fiskirættindi á uppboðssølu. Í øðrum lagi um myndugleikarnir kortini velja at selja rættindi á uppboðssølu so eigur tað at verða gjørt á eini opnari uppboðssølu, sigur Fiskivinnuráðið, sum vísir á, at landsstýrismaðurin ger alt ov nógvar royndir við fiskivinnuni. Tey trý reiðaríini, sum fiska kvoturnar í Barentshavinum Enniberg, Akraberg og JFK Trol eru framvegis grundleggjandi ímóti at selja kvoturnar á uppboðssølu. Tey vísa á, at sambært kunngerðini verða 2.312 tons, svarandi til 76 prosent av nøgdini á uppboðssøluni, seld á afturlatnari uppboðssølu. Og á hesi uppboðssølu skal tann, ið fær kvoturnar, rinda ásetta boðið. Eisini felagið Nótaskip, sum umboðar skipini ið fiska stóran part av uppsjóvarkvotunum, er harðliga ímóti at selja kvoturnar á uppboðssølu. Felagið undrast eisini á, at landsstýrismaðurin í ár velir at brúka tvey sløg av afturlatnum uppboðssølum eina uppboðssølu har øll tey, sum fáa boð, skulu gjalda sama prís, og eina uppboðssølu, har tey, ið vinna boð, skulu gjalda boðsupphæddina. Vit skilja ikki hvat endamálið er við hesum og halda, at nú mugu myndugleikarnir gevast við at brúka fiskivinnuna sum eitt eksperiment, sigur Felagið Nótaskip, sum mælir frá at hava afturlatnar uppboðssølur yvirhøvur. Reiðarafelagið, sum umboðar allar skipabólkar, minnir landsstýrismannin á, at fiskivinnunýskipanarbólkurin í síni frágreiðing frá oktober 2016 segði, at eitt høvuðsmál í tilrættisleggingini av uppboðssølum eigur at vera at minka um tann váða, sum liggur í at reka fiskiskap. Reiðarafelagið er grundleggjandi ímóti uppboðssølu. Men, sigur felagið, í øðrum lagi eigur sølan at skipast sum ein opin uppboðssøla. Landsstýrismaðurin ætlar at selja umleið helvtina av kvotunum í ár á afturlætnari uppboðssølu. Tó verða tríggir fjórðingar av sølunum í Barentshavinum afturlætnar uppboðssølur. Sambært Rógva Reinert, aðalstjóra í Fiskimálaráðnum, verður uppboðssølukunngerðin lýst síðst í hesi vikuni ella fyrst í næstu viku. Og innihaldið er ikki broytt stórvegis. Hetta eru aðru ferð, at til ber at søkja um menningarkvotur. Menningarkvota kann latast fyri eitt ár, tvey ár, trý ár ella fýra ár. Av samlaðu nøgdini fyri hvørt fiskaslag skal í minsta lagi ein fjórðingur latast fyri 1 ár, sigur Fiskimálaráðið. 38 søktu um menningarkvotur í fjør, og níggju fingu menningarkvotu. Tann sjeynda Geyta handanin var seinasta leygarkvøld uppi í Norðurlandahúsinum, og Hyggjuráðið var sjálvandi við á fremsta beinki at uppliva bestu føroysku stutt og dokumentarfilmarnar. Umframt Geyta vinnaran og vinnaran av áskoðaravirðislønini, fer Hyggjuráðið nú at ummæla allar teir átta tilnevndu filmarnar á Geytanum 2019. Til DM ung eydnaðist tað tíverri ikki at finna teir seinastu sentimetrarnar, men til allar kappingarnar í vetur hevur Miso prógvað at grundstøðið er høgt og hesaferð var longsta trýstøkk 12,97 metrar sum rakk til bronsumerki. Bæði í Reykjavík og í Gøteborg bøtti Lýdia um síni úrslit, men til DM ung var stoytt ein tumma stytri, 10,71 metrar, hetta var tó nóg mikið til at vinna bronsuna. Edna Maria hevur eina tíð vant við lágum blussi, men síðan hon flutti til Danmark í lestrarørindum hevur hon gjørt meira við sína venjing. Endamálið við DM ung hesaferð var at royna formin. Væl gekk, tí hon tekur seg fram til hvørja kapping og hesaferð eydnaðist henni at vinna bronsumerki í trýstøkk. Børka Berg Jørgensen kappast í aldursbólkinum gentur 14 15 ár, men hevur longu megna úrslit sum kunnu samanberast við eldri aldursbólkar. Í Skive royndi hon seg í greinunum 60 metur rimarenning og trýstøkk. Í rimarenning staðfesti hon sítt grundstøði tá hon rann við tíðini 10,54 sekund sum er áleið hennara persónliga besta. Í trýstøkk vóru vónirnar til heiðursmerkið stórar. Børka var mett at vinna silvur. Á sjálvum degnum eydnaðist ikki at fáa tað at rigga, men kortini vísti Børka styrki og megnaði í sínum besta lopi at vinna sær silvur, bert tveir sentimetrar frammanfyri nummar trý. Sjálvt um kappast verður innandura og hini londini kunnu bjóða sínum íðkarum góðar umstøður, so venja føroysku feløgini úti alt árið. Hetta eru ikki optimalar umstøður, tí kavi, myrkur og vindur órógva venjingina. Íðkarnir hava trupult við at halda seg heitar og váta undirlagi og myrkri ger tað trupult at venja tekniska partin av ítróttargreinini. Frælsur Ítróttur Føroyar vónar, at stig verða tikin til at bøta um hetta, áðrenn Føroyar verða vertur fyri oyggjaleikunum um fá ár. Nú hava Turið Kjølbro, Marjun Ziskason, Lydia Didriksen og Sissal M. Rasmussen, sum fingu kanningina í lag, eisini gjørt eitt upprit um, hvussu børn fáast til at lesa meira. Í uppritinum, sum eitur Føroyar lesa 2020 , eru 12 tilmæli um ítøkilig átøk. Tær fýra mæla til, at ein nýggj, meira umfatandi kanning verður gjørd. Millum annað eigur at verða kannað, hvussu tímarnir í føroyskum í grunddeild og miðdeild verða gagnnýttir. Mælt verður til, at námsfrøðingar og lærarar fáa eftirútbúgving í lesihegni. Nógv fleiri bøkur skulu gevast út, skúlabókasavn skal vera í hvørjum skúla, og tey, sum longu eru, skula uppraðfestast, og skipað lesing skal verða í fólkaskúlanum. Turið Kjølbro, Marjun Ziskason, Lydia Didriksen og Sissal M. Rasmussen mæla til at fyrireika málrættað og landsumfatandi lesiátak næsta ár til frama fyri øll í Føroyum. Tær mæla eisini til at varpa ljós á lesigleði í almenna rúminum og, at alt tilfar, sum hevur áhuga hjá yngri og eldri børnum, verður savnað á einum barnaportali. Kannast skal, hví heilir flokkar í fólkaskúlanum hava jaligan hugburð og aðrir neiligan til lesing. Eitt tilmæli er um lesikanning skúlaárið 2021 2022 eftir sama leisti sum kanningin í farna skúlaári. Eitt annað tilmæli er at talgilda tilfar til pallar, sum børn brúka, og tær fýra mæla eisini til at heiðra barnabókina við einum árligum degi. Andri og Dabbi fara til Føroya við Norr nu, har teir tosa við nakrar føroyingar um land og mentan. Hesa ferð vitja teir Gugguna og fara síðani á G Festival at tosa við ymiskar festivalgestir. 16 ára gamla Simona varð seksuelt misnýtt. Tað var pápi vinkonu hennara, sum gjørdi tað, tá Simona var fýra ára gomul. Í dag kennir hon seg sum óvildugt umboð fyri alt tað myrka, ljóta og køvandi í menniskjanum. Fólk orka ikki at hoyra søgu hennara og vilja helst sleppa undan at síggja, at veruleikin kann vera so grummur. Í trimum pørtum hoyra vit, hvussu tað er at vaksa upp sum barn og hava verið misbrúkt og hvørjar fylgjur tað kann fáa. Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, hevur í dag avgjørt at leggja uppskotið um broyting í løgtingslóg um fólka og farmaflutning fyri Løgtingið, soleiðis at raksturin av bygdaleiðum kann bjóðast út í eitt sjey ára skeið. Samstundis hevur landsstýrismaðurin biðið Strandfaraskip Landsins um at útseta freistina fyri at lata tilboð inn til 1. juni 2019. Hetta inniber, at eingi tilboð verða latin upp fríggjadagin 1. mars 2019, skrivar Samferðslumálaráðið. Orsøkin til hetta er, at Landsstýrismaðurin heldur, at størri dentur skal leggjast á grønar og varandi orkuloysnir í útbjóðingartilfarinum. Ætlanin er, at brúka hesa tíðina til at tryggja meira umhvørvisvinarligar og grønar loysnir, sigur ráðið. Úrskurðarfundur var í gjár. Málið er gamalt. Tað byrjaði í 2016, og hálvan juni 2017 kærdi Pedagogfelagið Fíggjarmálaráðið fyri sáttmálabrot. Pedagogfelagið heldur uppá, at talan er um nýtt starv, sum eigur at verða flokkað, sigur Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum. Tað er ikki sama uppskot um at broyta fólkaskúlalógina, sum Hanna Jensen, landsstýriskvinna í skúlamálum, hevur latið løgtinginum, sum tað uppskot, sum Rigmor Dam, sum tá var landsstýriskvinna, sendi til hoyringar beint fyri jól í fjør. Viðhvørt verður tú noyddur at fara frá samráðingarborðinum, og soleiðis var hesaferð. Vit hildu ikki, at tað var eitt gott hugskot at skriva undir nakra avtalu. Eingin avtala spurdist burtur úr toppfundinum millum amerikanska forsetan, Donald Trump, og norðurkoreanska leiðaran, Kim Jong un. Norðurkorea vildi hava øll tiltøk sett úr gildi, men vit vilja ikki eftirlíka hesum kravinum, segði amerikanski forsetin, Donald Trump. Tað skilst, at Kim Jong un var til reiðar at lata landsins størstu kjarnorkuroyndarstøð aftur, um USA afturfyri vildi seta tiltøkini úr gildi. Mike Pompeo, uttanríkisráðharri, sum eisini var á tíðindafundinum saman við forsetanum, segði, stór framstig vórðu gjørd á fundinum, og hann er bjarstkygdur um, at sendinevndirnar hjá USA og Norðurkorea fara at hittast aftur í næstum. Philip Kokhar, sum er tíðindamaður hjá danska kringvarpinum í Asia, væntar ikki, at Norðurkorea fer at brúka kjarnorkuvápn, eftir at einki spurdist burtur úr toppfundinum í Hanoi. Men tað kann fáa avleiðingar í londini, heldur hann. Tess longur tíð gongur, at ein avtala fæst í lag, tess longur tíð fær Norðurkorea at menna síni kjarnorkuvápn. Við ikki at leggja størri trýst á, er USA óbeinleiðis við til at góðtaka, at Norðurkorea hevur kjarnorkuvápn, sigur Philip Kokhar, sum er tíðindamaður hjá danska kringvarpinum í Asia. Vit hoyra Dansifelagið í Havn kvøða Langben Rise Kong Tidrik sidder udi Beren , Niels á Velbastað skipar. John Lisberg skipar brot úr Tíðrikskappum í Sumbiar Dansifelag. Síðani hoyra vit tríggjar tættir í Jøkilskvæði. Fyrst kvøða sumbingar, Jens Kjærbo skipar. Síðani hoyra vit eina upptøku við sumbingum, dalbingum og havnarmonnum í eini veitslu hjá Dansifelagnum í Havn, Jóannes Johannesen skipar. At enda skipar Hákun Jacobsen triða tátta í Jøkilskvæði í Dansifelagnum í Havn. Eftir Jøkilskvæði hoyra vit Jón Joensen í Bø skipa Seyðamannin á Sondum í Vága Dansifelag. Durita Granada Thomassen úr Sandavági er ættleidd úr Kolumbia. Hon hevur altíð havt eina tráðan eftir at kenna sítt upphav. Dreymurin gjørdist veruleiki, tá hon gjøgnum facebook fekk samband við familjuna í Kolumbia. Hóast Durita nú hevur sæð og tosað við familjuna, spíra enn fleiri spurningar. Hví var bara hon av øllum fimm systrunum ættleidd burtur. Hví er næstelsta systirin bara fimm mánaðir eldri enn hon Harafturat er Durita ikki vís í, um pápin í Kolumbia er veruligi pápi hennara. Tað fer hon at kanna við eini DNA roynd og eisini at fáa svar til hinar ósvaraðu spurningarnar. Nú byrjar ferðin til tað ókenda. Petra og Asbjørn hava fingið eitt robott barn, sum tey skulu passa í tríggjar dagar og vita, um tey duga at arbeiða saman um at vera foreldur. Skjótt er greitt, at tað fer at ganga út yvir parlagið, og eftir fyrstu nátt er Asbjørn um at tveita dukkuna út gjøgnum vindeygað. Petra vitjar vinkonuna Sofíu at vita, hvussu hon megnar at vera mamma og unnusta í senn. Er nýmótans samfelagið vorðið eitt frísinnis paradís á jørð, ella hava vit púra gloymt ta kristnu moralsku kumpassina Kjakararnir Adam Holm og Eva Selsing diskutera evnið, tá tey fara um landið. Í hesum partinum vitja tey eina heimagangandi mammu og eina karrierukvinnu, og kjakast verður um móðurleikpartin. Tí hevur mamman í dag gloymt sínar skyldur heima, ella skulu mammur í navni javnstøðunnar vera á arbeiðsmarknaðinum og dyrka karrieruna fult út Árni Jóhan Petersen, adjunktur og ph.d. lesandi á Setrinum hevur gjørt eina lítla forkanning á stórum privatum, føroyskum virkjum, um hvørt og hvussu nakrar stórar, privatar fyritøkur nýta fíggarliga samsýning ella bonusskipanir. Fíggjarlig samsýning verður millum annað nýtt at løna starvsfólk fyri eitt nú eyka avrik ella eyka ábyrgd, serliga við tí endamálið at fáa sum mest burturúr. Enn skullu fleiri kanningar til, fyri neyvt at lýsa, hvussu fíggjarlig samsýning verður nýtt og riggar í føroyskum virkjum. Men altjóða kanningar vísa, at fíggjarligar samsýningar kunnu verða til gagns, men tað er ikki altíð, at tær loysa seg fíggjarliga, og heldur ikki í mun til at halda starvsfólkum til og motivera tey, vísur Árni Jóhan Petersen á. Vit vóru ein túr í framvið kappingina og tosaðu við nakrar luttakarar um uppgávurnar, og hví tey hava valt at læra til antin elektrikara, timburmann ella hárfríðkara. Hvussu eru Donald Trump og Vladimir Putin, tá talan er um typur Hesin er ein av spurningunum, ið vit seta Steffen Gram, ið er journalistur hjá DR. Hósdagin og fríggjadagin verður FM kapping í handverki hildin millum føroyskar handverkslærlingar, tá talan er um hárfríðkanar , timbur og el lærlingar. Vit hava verið og fregnast. Týsdagin var leiðsla reyði tráðurin í Nón, og í dag millumlenda vit eitt bil við sama evni, tá vit fara at tosa við Árna Jóhan Petersen, ið er adjunktur og Ph.d. lesandi á setrinum. Spurt verður í hvønn mun og hvussu fyritøkur nýta fíggarliga samsýning ella bónusskipanir, tá talan er um eyka avrik ella ábyrgd. Í almenna rúminum kenna vit best Oddfríð Marna Rasmussen sum rithøvund. Men hvør er Oddfríður Marni, sum annars júst hevur rundað hálva øld Oddfríður Marni Rasmussen er Hósdagsgestur í Nón í dag. Hann hevur eitt nú teknað víðagitna Guggenheimsavnið í Bilbao, og í dag rundar hann tey níti. Vit fara í 90 ára føðingardag saman við arkitektinum Ragnari Zachariassen, ið teknar eina vangamynd av heimskenda stjørnuarkitektinum Frank O. Gehry. Og seinast í sendingini fáa vit afturvendandi Hósdagsprikið frá Jákupi Veyhe. Tú kanst hoyra sendingina her Heimasíðan skal eisini gera tað lættari hjá útlendskum keyparum at finna fiskaútflytarar í Føroyum. Johannus M. Olsen er væl nøgdur við heimasíðuna. Samstundis dettur viðbótin uppá 2.000 krónur, sum tingfólk fáa nú, burtur. Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, hevur lagt uppskot fyri tingið um samsýning og eftirløn hjá tingfólki. Skotið verður eisini upp at fara frá verandi skipan um tænastumannapensjón, til eina skipan, har landið rindar upp í 15 prosent av lønarsamsýningini í eina góðkenda eftirlønarskipan. Lønarútreiðslurnar til tingfólk verða mettar at hækka úr góðum 18 milliónum krónum upp í umleið 21 milliónir krónur. Afturat hesum fer landið at rinda upp í 15 prosent í eftirlønargjaldi til hvørt tingfólk. Ein leyslig meting vísir, at útreiðslurnar til eftirløn fyrstu tíðina hækka umleið 10 prosent, tað eru góðar tvær milliónir krónur um árið, stendur í viðmerkingunum til uppskotið. Grundarlagið undir uppskotinum er eitt tilmæli frá einum arbeiðsbólki, sum løgtingsformaðurin setti at endurskoða løgtingslógina um samsýning og eftirløn hjá løgtingsfólkum. Hini børnini í barnagarðinum hava frætt um ætlanina, men mamman, Laura Apol, hevur sagt, at hon ikki má blíva ov vónbrotin, um eingin annar kemur, tí nógver at fara til leygardagin. Fyri triðju ferð hevur Rættarnevndin biðið um at fáa freistina longda til at gera álit um uppskotið hjá Sonju Jógvansdóttur, tingkvinnu, um løgfrøðiligt kynsskifti. Uppskotið varð lagt fram 21. august. Tað fór í Rættarnevndina 6. november og har er tað enn. Fyrstu ferð, freistin at koma við áliti, varð longd, var til 11. desember. Síðani varð freistin longd til 11. februar, og nú er hon longd til 4. mars. Rættarnevndin sigur, at nógvar innkallingar hava verið, og avboð frá nøkrum, sum eru innkallað, hevur seinkað viðgerðini í nevndini. Nevndin viðgjørdi uppskotið í gjár. Tá vóru Eiler Fagraklett og Sunneva Háberg Eysturstein á fundinum fyri LGBT. Jógvan Fríðriksson, biskupur, var eisini á fundinum hjá Rættarnevndini fyrrapartin í gjár. Uppskotið gevur fólki, hvørs lívfrøðiliga kyn er í andsøgn við kynssamleika teirra, møguleika til at søkja um at kunna skifta kyn løgfrøðiliga. At skifta kyn løgfrøðiliga merkir, at søkt verður um P tal, sum samsvarar við kynsliga samleikan. Hetta gevur tvørkyndum møguleika at velja sær navn samsvarandi samleika sínum, fáa nýtt samleikaprógv, koyrikort og pass. Annar og seinasti partur av sendingini Aftur til upprunan varð send í gjárskvøldið. Sendingin er um Duritu Granada Thomassen, sum er ættleidd úr Kolumbia, sum fer at leita eftir síni familju har. Hon finnur mammu sína og fýra systrar. Fyrstu fetini til sendingina vóru tikin á heystið 2017, og nú spyrja vit hana, hvussu hevur verið at hitta sína familju í Kolumbia, og hvat status er í dag. Hon sigur at tilgongdin hevur verið við blandaðum kenslum, men hon leggur dent á, at hetta hevur verið sera gevandi fyri hana. Tann 29 ára gamli Dánial Gomez Gudjónsson, sum varð ættleiddur úr Kolumbia til Føroya sum fimm mánaðir gamal, hevur onga tráðan eftir at finna biologisku foreldrini. Eg havi tað gott og havi eina fantastiska familju, so sum nú er, føli eg ikki ordiliga, at eg havi brúk fyri at vita so nógv um biologisku familjuna í Kolumbia, sigur Dánial Gomez Gudjónsson. Eg veit um onnur ættleidd fólk, sum broyta meining, tá tey sjálvi fáa børn. Tá koma onkrar kenslur fram, sum gera, at mann vil vita meir um sín uppruna. Og tað kann vera, at eg fái tað soleiðis, tá eg komi hartil í lívinum, sigur Dánial Gomez Gudjónsson. Jensina vil so fegin sleppa at eta eitt breyðstykki við súltutoy. Har er bara ein bi, ið órógvar hana, so hon sleppur ikki at eta. Hvønn sang fara vit at hoyra Hvar enda Jensina og Ljóðfílurin, tá ið tey fara út gjøgnum Loynihurðina Formaðurin í Framsókn hevur sent eina kunngerð til hoyringar, ið snýr seg um at seta á stovn eina tónleikaútflutningsstovu, ið skal hjálpa føroysku tónleikarunum at fáa fótafesti uttanlands. Nakrar vinnur hava tørv á at fáa tað fyrsta skumpið, sigur Poul Michelsen um avgerðina at seta 800.000 krónur av á fíggjarlógini í ár til almennu tónleikavinnustovuna. Foreldrini hjá Martin Kúrberg vóru sera ung, tá tey fingu hann. Hóast tey vóru ung og vøkur og heimurin lá víðopin, so rapaði teirra gerandisdagur. Alkoholmisnýtsla og harðskapur kom innaveggja og Martin hevði trupul barnaár.Hetta kom til kennar, tá hann varð vaksin og bæði foreldrini doyðu. Martin kom sær eisini út í misnýtslu. Men hann megnaði at venda gongdini og hevur verið nú verið rúsfríur í nógv ár. Fyri fimm árum síðani fekk hann stóru sorgini at bera, tá elsta dóttirin brádliga doyði. Í dag er hann leiðari av viðgerðarheiminum Frælsi á Eiði. Hann virðismetir gerandisdagin, men gleðist í vónini at hetta lívið ikki er tað endaliga, men at hann eina ferð aftur fer at síggja tey, sum undan eru farin. Fyrsta innslag er prát við landsstýrismannin í vinnumálum, sum hevur játtað 800.000 krónur til at seta eina almenna tónleikaútflutningsstovu á stovn. Triðja innslag er prát við Pabli Merín, sum hevur leikstjórnað filmin Illir Andar, ið er upptikin og nú verður vístur í Sjónleikarhúsinum í Havn. Eg hugsi nógv um lívið. Og eg tosi nógv um lívið serliga við næmingarnar um tað at liva og at fáa sær royndir heldur enn at hyggja at royndunum hjá øðrum. Oddfríður Marni Rasmussen gjørdist 50 ár fríggjadagin, og dagin fyri kom hansara fyrsta skaldsøga út, Ikki fyrr enn tá, sum vann bókhandlaravirðislønina. Skaldsøgan er álvarslig og nertir við lívsins stóru spurningar ikki minst deyðan. Og Oddfríður sjálvur hevur havt eina skelkandi hending fyri nøkrum árum síðan, tá ið hann fekk ein blóðpropp. Hann slapp væl frá hendingini, men tað gjørdi, at hann bleiv settur í perspektiv, sum hann sigur. Mál, sum skulu viðgerast í tingsetuni, men ikki vóru komin løgtingsskrivstovuni í hendi á middegi í gjár, mugu hava 17 undirskriftir fyri at verða løgd fram. Valár koma fleiri uppskot seinasta dagin. Í ár okkurt um 60 og í 2015, sum eisini var valár, komu 61 uppskot seinasta framløgudagin. Hoyringin varar í seks vikur. Koma viðmerkingar ella mótmæli um uppskotið, verða tey í mai send Heilsu og innlendismálaráðnum, har sum Býarskipanarnevnd landsins er. Uppskotið um byggisamtykt skipar bygdina í Hesti í seks øki, sum eita bústaðarøki, havnarøki, almennir stovnar og mentan, neyst og bátapláss, frítíðarhús og summarhús og landbúnaður og alment frílendi. Beint sunnan fyri bygdina er eitt grundøki, sum er 3.300 fermetrar. Tað eigur Tórshavnar kommuna. Har verða summarhúsini. Tey stykkini verða 250 fermetrar. Limir í nevndini eru Gestur Hovgaard, Arnbjørn Egholm, Guðrið Andorsdóttir, Rúna Hjelm, Bartal Dulavík. Varalimir eru Mathea Hilduberg og Eyðun Leo. Metingarnevndin viðger og ger tilmæli um at játta menningarkvotur. 37 umsóknir komu inn um menningarkvotu, tá freistin var úti klokkan 15 seinnapartin í gjár. Nøgdin av menningarkvotu í ár eru 11.711 tons av svartkjafti, 3.159 tons av makreli og 4.695 tons av norðhavssild. Í fjør komu 38 umsóknir inn um menningarkvotu. Julia í Kálvalíð er útbúgvin í miðlasamskifti við lærda háskúlan í Tallin í Estlandi. Hon hevur seinastu mongu árini starvast sum framleiðsluassistentur fyri m.o. Heiðrik á Heygum og Andrias Høgenni, men eisini hevur hon leikstjórnað tríggjar stuttfilmar, John, 2013 , Boys 2015 og nú Omman, sum var frumsýndur á Geytanum í ár. Fyri stuttfilmin fekk hon áskoðaravirðislønina á Geytanum. Sendingin í kvøld snýr seg um jarðber. Tina Müller kannar, hvussu nógvar C vitaminir eru í hesum lítla, reyða berinum. Og hon fær ráð um, hvussu jarðber skulu dyrkast heima í havanum. Something Macical við VSJ fekk 809 atkvøður, 21 , meðan Tá ið eg síggi teg við Inga Poulsen fekk 622 atkvøður 16 . 3848 atkvøður vóru í alt. Sangirnir á triðja og fjórða plássi vóru ógvuliga javnir. Gev mær eina løtu við Ólavi á Váli fekk 280 atkvøður 7 , og Silvurlín við Hans Marius fekk 279 atkvøður 7 . EWT hevur bjóðað við felag undir stovnan, og boðið frá teimum er treytað av, at til ber at fáa føroyskar íleggjarar at luttaka í verkætlanini. Orka á Umhvørvisstovuni fer nú at viðgera bæði innkomnu boðini og væntandi verður endalig avgerð tikin, áðrenn marsmánaður er runnin, verður sagt í tíðindaskrivinum. Hjalti Bogason Støylen er ein av gittarleikarunum, sum um vikuskiftið fara at spæla tónleik eftir kenda kubanska gittarleikaran, tónasmiðin og orkesturleiðaran Leo Brouwer. Tað er í sambandi við, at Brouwer í dag, 1. mars, fyllir 80 ár. Hansara tónleikur hevur havt alstóran týdning fyri so at siga allar klassiskar gittarleikarar , sigur Hjalti, tá hann verður spurdur um, hví tey hava valt at heiðra júst Leo Brouwer. Hini, ið fara at spæla, eru Maria Olsen, Alvi Joensen, Dávur Birgisson, Ragnar Olsen, Ólavur Jakobsen, Bo Isholm og so eisini nakrir gávuríkir næmingar á Tórshavnar Musikkskúla Andrea Kirstina Møller, Hannes Godtfred Dam og Fríði Slættalíð. Tónleikurin, hey fara at spæla, er eitt breitt úrval av tónleiki eftir Leo Brouwer, sum tey sjálv hvør sær hava valt. Konsertirnar verða í býráðssalinum í Norðragøtu leygardag klokkan 16 og í Finsen í Havn sunnudagin klokkan 16. Kostnaðurin er 100 krónur. Hjalti Bogason Støylen er annars í ferð við at gera seg lidnan við bachelor útbúgving í Svøríki og hevur søkt inn á master næsta skúlaár. Hoyr samrøðuna her umframt tónleik, sum Hjalti spælir beinleiðis í sendingini Hjalti Bogason Støylen er ein av gittarleikarunum, sum um vikuskiftið fara at spæla tónleik eftir kenda kubanska gittarleikaran, tónasmiðin og orkesturleiðaran Leo Brouwer. Tað er í sambandi við, at Brouwer í dag, 1. mars, fyllir 80 ár. Hansara tónleikur hevur havt alstóran týdning fyri so at siga allar klassiskar gittarleikarar , sigur Hjalti, tá hann verður spurdur um, hví tey hava valt at heiðra júst Leo Brouwer. Hjalti Bogason Støylen er annars í ferð við at gera seg lidnan við bachelor útbúgving í Svøríki og hevur søkt inn á master næsta skúlaár. Hoyr samrøðuna við Hjalta her umframt tónleik, sum Hann spælir beinleiðis í sendingini. Hini, ið fara at spæla, eru Maria Olsen, Alvi Joensen, Dávur Birgisson, Ragnar Olsen, Ólavur Jakobsen, Bo Isholm og so eisini nakrir gávuríkir næmingar á Tórshavnar Musikkskúla Andrea Kirstina Møller, Hannes Godtfred Dam og Fríði Slættalíð. Tónleikurin, hey fara at spæla, er eitt breitt úrval av tónleiki eftir Leo Brouwer, sum tey sjálv hvør sær hava valt. Konsertirnar verða í býráðssalinum í Norðragøtu leygardag klokkan 16 og í Finsen í Havn sunnudagin klokkan 16. Kostnaðurin er 100 krónur. Umsøkjarar skulu hava læraraútbúgving og starvsroyndir í fólkaskúlanum. Leiðsluroyndir og skeið ella útbúgving í leiðslu eru ein fyrimunur. Freistin at søkja starvið sum fyrstilærarari í Skála skúla er 19. mars, og tann, ið verður settur, skal taka við starvinum 1. august. Kemur dómarin til ta niðurstøðu, at tað er í lagi at útflýggja hana til USA, kann avgerðin bara broytast, um løgmálaráðharrin í Kanada leegur uppí. Kanada hevur víst kinesiska kravinum aftur um at lata Meng leysa. Myndugleikarnir siga, at teir leggja seg ikki útí mál hjá dømandi valdinum. Fíggjarstjórin í Kanada er ikki fongslað longur. Hon gongur við eini leinkju um fótin, eftir at hon varð latin leys móti veðhaldi. Átta evropeiskir flokkar krevja, at ungarski flokkurin, Fidesz, sum Viktor Orban, forsætisráðharri, stendur á odda fyri, verður koyrdur úr borgarliga bólkinum í Evropa tinginum, EPP. Flokkarnir hava skrivað til formannin í tingbólkinum, har teir krevja, at Fidesz verður koyrdur burturúr, tí ósemjan er so stór, skrivar bretska dagblaðið Financial Times. Funnist verður at Fidesz fyri at lata sum einki í grundleggjandi rættarprinsipiellum málum og fyri at avmarka talu og skrivifrælsið. Borgarligir flokkar í Grikkalandi, Svøríki, Belgia, Portugal, Finnlandi og Hollandi eru millum teirra, sum vilja reka Fidesz úr EPP í ES tinginum. Val verður til ES tingið í mai, og sambært veljarakanningum í Ungarn, stendur Fidesz til at fáa 53 prosent av atkvøðunum, ella 13 tingsessir. Ein høvuðsorsøk til gongdina er, at alsamt fleiri fólk í Ukraina eru farin at ivast í, um tað er rætt at koppseta síni børn móti meslingum. Og harumframt er eisini trot á koppseting í landinum. Men, sum nevnt er trupulleikin vaksandi í nógvum av heimsins londum, bæði í Eysturevropa, Asia og Suðuramerika umframt í Fraklandi. Um okkara leiðir verða flestu børn koppsett móti meslingum, og verður tað gjørt við sonevndu MFR vaksinuni, sum verður latin smábørnum. Hevur løgtingsformaðurin fastan bústað uttan fyri høvuðsstaðarøkið, kann hann flyta til høvuðsstaðin í ein bústað, sum Løgtingið rindar, stendur í uppskotinum. Føroyska heilsuverkið hevur framvegis ikki tikið støðu til tilboðið frá Novo Nordisk grunninum um diabetes miðstøð og granskingarætlanir í Føroyum. Málið kom á breddan í desember, tá tað kom undan kavi, at Heilsumálaráðið hevði svarað Novo Nordisk Grunninum, at í løtuni varð ikki arbeitt víðari við tilboðnum. Spurningurin er rættuliga prinsipiellur, og tí skal eg hava alla politisku skipanina við, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum Gestirnir í panelinum góvu henni tey ráð, at hon mátti leita sær hjálp hjá serfrøðingi, sum kann siga henni, hvat hon hevur rætt til. Tvístøðan snýr seg hesaferð um spurningin hvat hevur meira týdning At fara í brúdleyp ella at fara til konsert. Eisini verður spurt um, hvat ein pápi til eina 18 ára gamla gentu skal gera, nú gentan er sera úrlatin á Instagram, har vinir pápans viðmerkja og dáma. Og hvat halda Turið Horn, Símun Gullaksen og Katrin Petersen um at frekir filmar verða tiknir upp í føroysku náttúruni Fyrimunurin fyri landið at fara yvir til eina nýggja eftirlønarskipan fyri tingfólk er, at upphæddirnar fyri eftirløn verða goldnar beinan vegin á fíggjarlógini fyri einstaka árið. Eftir galdandi skipan, verður einki goldið beinan vegin, men ein vaksandi eftirlønarskylda liggur og bíðar, sum kemur til útgjaldingar eina ferð í framtíðini. Sambært uppskotinum verður farið frá verandi skipan um tænastumannapensjón, til eina skipan, har landið rindar upp í 15 prosent av lønarsamsýningini í eina góðkenda eftirlønarskipan. Ilt er at meta, hvussu nógv landið sparir við nýggju skipanini, men sambært landsroknskapinum fyri 2017, var skyldan há landinum eftir galdandi eftirlønarskipan fyri tingfólk 276 milliónir krónur., stendur í viðmerkingunum. Upphæddirnar vísa eisini, hvussu nógv tað hevði kostað landinum at keypa seg leyst frá teimum eftirlønarskyldum, sum landið hevur mótvegis tingfólkum í løtuni. Sambært uppskotinum verður kostnaðarískoytið upp á 2.000 krónur tikið av, og mett verður, at landið sparir einar 800.000 krónur um árið. Mjølnir úr Klaksvík er steypavinnari 2019 hjá monnum, eftir at teir vunnu 3 0 móti Fleyr í Stórhøllini á Hálsi. Liðið úr Klaksvík var stórfavorittur undan finaluni, men tað var eyðsæð, at Fleyr ikki vildi geva teimum ein lættan sigur. Í tveimum teimum fyrstu settunum fylgdi havnaliðið væl við og kundi eins væl havt vunnið fyrsta settið. Tað var kortini Mjølnir, sum var sterkari í avgerðandi løtunum, og í triðja setti skúgvaðu klaksvíkingar allan iva til viks og vístu, at teir eru teir sterkastu í føroyskum flogbólti í løtuni. Teir vunnu greitt 25 14 og kundu fegnast saman við áskoðarunum um steypasigurin. Mjølnir byrjaði dystin betur, og kom á odda tíðliga, men Fleyr át leiðsluna upp seint í settinum, og støðan gjørdist 23 23. Tá tók Mjølnir time out, og tað eydnaðist klaksvíkingum at taka seinastu stigini og vinna 25 23. Annað sett fylgdi sama mynstri, sum tað fyrsta. Mjølnir tók leiðsluna tíðliga og helt hana í roynd og veru alt settið, hóast Fleyr nærkaðist viðhvørt. Tað endaði tó við tryggum 25 20 sigri til klaksvíksliðið. Favorittarnir úr Mjølni lótu til endans ongan iva vera um, at teir ætlaðu sær at avgera dystin í trimum settum. Teir løgdu seg á odda beinanvegin, og leiðslan bara øktist, sum settið leið. Síðsta bóltin sló Fleyr í blokkin og út. 25 14, og so var Mjølnir steypavinnari hjá monnum. Mjølnir úr Klaksvík er steypavinnari 2019 hjá monnum, eftir at teir vunnu 3 0 móti Fleyr í Stórhøllini á Hálsi. Liðið úr Klaksvík var stórfavorittur undan finaluni, men tað var eyðsæð, at Fleyr ikki vildi geva teimum ein lættan sigur. Í tveimum teimum fyrstu settunum fylgdi havnaliðið væl við og kundi eins væl havt vunnið fyrsta settið. Tað var kortini Mjølnir, sum var sterkari í avgerðandi løtunum, og í triðja setti skúgvaðu klaksvíkingar allan iva til viks og vístu, at teir eru teir sterkastu í føroyskum flogbólti í løtuni. Teir vunnu greitt 25 14 og kundu fegnast saman við áskoðarunum um steypasigurin. Mjølnir byrjaði dystin betur, og kom á odda tíðliga, men Fleyr át leiðsluna upp seint í settinum, og støðan gjørdist 23 23. Tá tók Mjølnir time out, og tað eydnaðist klaksvíkingum at taka seinastu stigini og vinna 25 23. Annað sett fylgdi sama mynstri, sum tað fyrsta. Mjølnir tók leiðsluna tíðliga og helt hana í roynd og veru alt settið, hóast Fleyr nærkaðist viðhvørt. Tað endaði tó við tryggum 25 20 sigri til klaksvíksliðið. Favorittarnir úr Mjølni lótu til endans ongan iva vera um, at teir ætlaðu sær at avgera dystin í trimum settum. Teir løgdu seg á odda beinanvegin, og leiðslan bara øktist, sum settið leið. Síðsta bóltin sló Fleyr í blokkin og út. 25 14, og so var Mjølnir steypavinnari hjá monnum. Ein kærudómstólur í Kanada hevur staðfest ein dóm móti fleiri tubbaksfeløgum, sum skulu gjalda umleið 81 milliardir krónur í okkara peningi í endurgjaldi til roykjarar, tí teir vórðu ikki ávaraðir um heilsuvandan av royking. Tey siga, at tubbaksfeløgini hava vitað síðani fimmtiárini, at royking er heilsuskaðilig og kann elva til krabbamein, uttan at hava ávarað brúkararnar um tað. Í 2015 vóru tubbaksfeløgini dømd at gjalda 74 milliardir krónur í endurgjaldi. Síðani eru sjey millardir krónur lagdar aftrat í rentu. Advokatarnir hjá teimum stevndu eru væl nøgdir við dómin, men tubbaksfeløgini siga, at roykjararnir vistu, hvørjar avleiðingar royking kann hava fyri heilsuna. Ein nýggjur setningur samanborið við fjør, er tó, at nú stendur at tá mett verður um økisrættarligu ávirkanina av menningarætlanini, skal størstur dentur leggjast á demografisku avbjóðingarnar í økinum . Javnbrótari mátti til, áðrenn SÍ vann eina sera dramatiska steypafinaluna hjá kvinnum. Tað sá svart út hjá sørvágskvinnum, eftir tvey tey fyrstu settini. Fleyr vann tey bæði, og so hevði SÍ ryggin móti múrinum. Tær vuksu tó undir trýstinum, og vunnu triðja og fjórða sett. So var farið út í javnbrótaran, og har var SÍ sterkari í avgerðandi løtuni. Tær vunnu 15 12 og fóru avstað við steypinum. Fyrsta settið var eins javnt og tey flestu høvdu roknað við frammanundan. SÍ hevði nøsina frammanfyri størsta partin av settinum, men Fleyr vildi ikki sleppa og javnaði eisini til 20 20. Súsanna Sólrunnardóttir Ludvig avgjørdi til endans fyri Fleyr við serviessi til 25 23. Sørvágskvinnur løgdu væl fyri í øðrum setti og spældu seg til greiða 16 11 leiðslu. Tá tók Fleyr time out og tað gav úrslit beinanvegin. Havnaliðið fekk seks stig á rað, tóku leiðsluna og seinni settið, sum endaði 25 22. SÍ hevði ryggin móti múrinum, og mátti vinna triðja sett, men hetta tøktist bert at eggja til størri innsats. Eftir eina javna byrjan fóru sørvágskvinnur frá eini eittmálsleiðslu til at vera heili níggju stig frammanfyri. Støðan var tá 23 14, og hóast Fleyr fekk nøkur stig var ov seint, og SÍ vann 25 18. Og nú var SÍ veruliga omaná. Tær hildu fram, sum tær endaðu í triðja setti, og komu skjótt á odda í fjórða. Munurin gjørdist bara størri og størri, men so steðgaði upp. Fleyr otaði seg nærri, men tað var ov seint, og SÍ vann settið 25 18. So mátti farast út í javnbrótara. Liðini fylgdust mestsum allan vegin uppeftir, men tá støðan var 12 12 tók SÍ avgerðandi stigini og vunnu steypafinaluna 15 12. Javnbrótari mátti til, áðrenn SÍ vann eina sera dramatiska steypafinalu hjá kvinnum. Tað sá svart út hjá sørvágskvinnum eftir tvey tey fyrstu settini. Fleyr vann tey bæði, og so hevði SÍ ryggin móti múrinum. Tær vuksu tó undir trýstinum og vunnu triðja og fjórða sett. So var farið út í javnbrótaran, og har var SÍ sterkari í avgerðandi løtuni. Tær vunnu 15 12 og fóru avstað við steypinum. Fyrsta settið var eins javnt og tey flestu høvdu roknað við frammanundan. SÍ hevði nøsina frammanfyri størsta partin av settinum, men Fleyr vildi ikki sleppa og javnaði eisini til 20 20. Súsanna Sólrunnardóttir Ludvig avgjørdi til endans fyri Fleyr við serviessi til 25 23. Sørvágskvinnur løgdu væl fyri í øðrum setti og spældu seg til greiða 16 11 leiðslu. Tá tók Fleyr time out og tað gav úrslit beinanvegin. Havnaliðið fekk seks stig á rað, tók leiðsluna og seinni settið, sum endaði 25 22. SÍ hevði ryggin móti múrinum, og mátti vinna triðja sett, men hetta tøktist bert at eggja til størri innsats. Eftir eina javna byrjan fóru sørvágskvinnur frá eini eittmálsleiðslu til at vera heili níggju stig frammanfyri. Støðan var tá 23 14, og hóast Fleyr fekk nøkur stig afturat var ov seint, og SÍ vann 25 18. Og nú var SÍ veruliga omaná. Tær hildu fram, sum tær endaðu í triðja setti, og komu skjótt á odda í fjórða. Munurin gjørdist bara størri og størri, men so steðgaði upp. Fleyr otaði seg nærri, men tað var ov seint, og SÍ vann settið 25 18. So mátti farast út í javnbrótara. Liðini fylgdust mestsum allan vegin, men tá støðan var 12 12 tók SÍ avgerðandi stigini og vann steypafinaluna 15 12. Sama ár kom I Feel Love hjá Donnu Summer, sum Moroder gjørdi saman við Pete Bellotte. Seinni fingu vit Moroder Bellotte sangir sum Hot Stuff og Bad Girls, ið Donna Summer sang. Í 1972 høvdu teir gjørt Chicory Tip kent við løgum sum Son of My Father og Good Grief Christina. Og Moroder helt fram í fýrsunum við nøvnum sum Blondie, Irene Cara, David Bowie, og Berlin. Millum 600 og 800 fólk í herinum hava brúkt umleið 13.000 tímar at rudda, eftir at fyrrverandi russiski njósnarin, Sergej Skripal, og dóttir hansara, Julia, vórðu álopin við nervaeitrinum 4. mars í fjør. 5.000 royndir eru tiknar ymsastaðni í Salisbury, og royndir eru eisini tiknar í grannabýnum Amesbury, har ein 44 ára gomul kvinna doyði í juli í fjør, eftir at verða komin í samband við vandamikla nervaeitrið. Bretski forsætisráðharrin, Theresa May, skuldsetti alt fyri eitt Russland fyri at hava skipað fyri álopinum, men russar hava víst øllum aftur. Bestu kvinnu og mansliðini í fótbólti í fjør bresta saman í árligu stórsteypadystunum, sum Fótbóltssamband Føroya og Lions Club skipa fyri. Kvinnurnar spæla klokkan tvey, tá greipuvinnarin EB Streymi Skála skal spæla móti HB, sum gjørdist nummar tvey í bæði lands og steypakappingini. Klokkan fimm verður dysturin hjá monnunum, og talan verður um ársins fyrsta slag um Havnina, tá HB og B36 fara á vøllin at dystast. Liðini gjørdust ávikavist føroyameistari og steypavinnari í fjør, og verða aftur í ár rokna millum favorittarnar til at vinna føroyameistaraheitið. Kann ein vera tónaskald ella tónleikari, um ein er deyvur ella hevur niðursetta hoyrn Tað er temaði fyri Bolero sendingina hesuferð. Tónleikur eftir Beethoven, Boyce, Faur , og Smetana. 22 ára gamli Lewis Capaldi, sum kemur at framføra á G festivalinum, er nevniliga nummar eitt á bretska hittlistanum við sanginum Somone You Loved . Lewis Capaldi, sum er skoti, verður roknaður sum næsta heilt stjóran bretska stjørnuskotið. Hann er millum annað á forsíðuna á nýggjasta útgávuni av danska tónleikatíðarritinum Gaffa, og í summar fer hann eisini á stóra konsertferð saman við navnframa Ed Sheeran. Sjálvur tekur ungi tónlistamaðurin tó nýggjheitina við einum skálkabrosi. Nú eri eg offisielt ein one hit wonder, staðfestir Lewis Capaldi í heilsan til sínar fjepparar á sosialu miðlunum. Tað er umráðandi at blíva við at varpa ljós á kvinnurættindi, hóast umstøðurnar og møguleikarnir hjá kvinnu eru broyttar nógv við árunum. Tað halda Billa Jónleifsdóttir frá Frítt val og Kirstin Helgadóttir frá Damudomi, sum eru millum fyriskipararnar. Alla næstu viku vera tiltøk á skránni ymsastaðni í Havn undir yvirskriftini Kyn , og Femifagnaðurin endar við einum ordiligum endabresti sjálvan kvinnudagin 8. mars. Øll tiltøkini eru ókeypis. TILTØK 3. 7. MARS Sun 3 3 kl 14, Mettustova FF19 Zine verkstova Mán 4 3 kl 20, Sirkus FF19 Filmssýning Tangerine Týs 5 3 kl 20, Setrið FF19 Seturskjak Gransking um kyn Mik 6 3 kl 20, Perlan FF19 Pallborðskjak um abort Hós 7 3 kl 20, Sirkus FF19 Bókmentatiltak Orð um Kyn Útvaldir persónar lesa upp 8. MARS kl 14.30 01.00 Femifagnaður 2019 FF19 14.30 Opið Hús í Mettustovu 17 FEMIGONGA, gonga frá Mettustovu til Perluna 17.30 21.30 PERLAN Røður, upplestur, matur, pepp og tónleikur 22.30 01.00 KONSERTIR og DJs Greta Svabo Bech, FRUM, Jasmin, Maria og Maria Yvir 7000 ítróttarfólk við menningartarni úr øllum heiminum fara í døgunum 14 til 21 mars at luttaka á Special Olympics World Games í Abu Dhabi og Dubai. 10 føroysk ítróttarfólk við menningartarni fara eisini at luttaka, og tað verður í frælsum ítrótti, svimjing, rútmiskum fimleiki, boccia og badminton. Special Olympics World Games, sum verður fyriskipað fjórðahvørt ár, er meira enn bara ein ítróttarkapping, sigur Tróndur Ravnsfjall, ítróttarráðgevi hjá Parasport Føroyar. Á føroyska Special Olympics liðum eru Bjørt Hermansen, Eyð Patursson, Súsanna Johannesen og Jenny Solveig Thomsen, sum luttaka í rútmiskum fimleiki. Heidi Eliasen og Signa Vár Joensen skulu umboða Føroyar í svimjing. Meiken Salberg Olsen og Rúni Jacobsen luttaka í frælsum ítrótti, meðan Hilda Poulsen og Oddur Gleðisheygg skulu kappast í ávikavist boccia og badminton. Steypavinnarin HB smurdi føroyameistaran úr EB Streymi Skála av, tá fyrsti stórsteypadysturin í fótbólti við kvinnum varð spældur í dag. HB vann heili 7 1. Eitt hatrikk frá Heidi Sevdal og tvey mál í part til Rebekku Benbakaura og Elin Mariu Isaksen syrgdi fyri stórsigri á greipuvinnaranum frá í fjør. Landsliðsspælararnir Ansy Sevdal við barn , Margunn Lindholm DK , Durita Hummeland KÍ og Anna Hansen DK eru ikki partur av hópinum í ár. EB Streymur Skála HB 1 7 0 3 03 minuttir. 0 1 Elin Maria Isaksen 07 minuttir. 0 2 Heidi Sevdal 15 minuttir. 0 3 Elin Maria Isaksen 48 minuttir. 0 4 Rebekka Benbakura 58 minuttir. 1 4 Birna T. Mikkelsen 68 minuttir. 1 5 Heidi Sevdal 74 minuttir. 1 6 Rebekka Benbakura 90 minuttir. 1 7 Heidi Sevdal Samstundis sum forsetin samráddist við norðurkoreiska leiðaran, Kim Jong un í Hanoi, varð fyrrverandi advokaturin hjá Trump, Michale Cohen, til hoyring. At demokratarnir spyra ein dømdan lygnara og falsara í opnari hoyring, samstundis sum sera týdningarmikli kjarnorku fundurin við Norðurkorea er, er kanska nýggjur brennidepil í amerikonskum politikki, og kann hava viðvirkað til, at fundurin slitnaði. Tað er ongantíð hent fyrr meðan ein forseti er uttanlands. Vanæra, skrivar Trump. Cohen varð eisini spurdur um sonevnda hússj peningin, sum pornostjørnan, Stormy Danieles, fekk, afturfyri at hon tagdi við, at hon hevði fjasað við Trump. Á framskundaðum tíðindafundi beint eftir fundin segði Trump, at viðurskiftini millum teir báðar leiðararnar framvegis er gott, men at USA ikki vildi ganga krøvunum á møti, um at strika tiltøkini móti Norðurkorea. Eg visti eitt ella annað stað, at hetta ikki var ein blóðtøppur ella okkurt tílíkt. Eitt skógarmáttubit og borrelia var alla tíðina í mínum tonkum. Tað sigur Dánjal Samuelsen, sum fekk staðfest sjúkuna Borreliose í desember. Sjúkan kemur av bakteriuni Borrelia, sum fólk kunnu fáa í sambandi við skógarmáttubit. Eg hevði verið illa fyri í eina tíð. Eg minnist, at eg tað eina kvøldið skuldi døma ein hondbóltsdyst, og tá misti eg kortið úr hondini og tað sama við floytuni. Tað helt eg var løgið. Men seinni sama kvøld føldi eg ikki tunguna, munnin og aðru helvtina av andlitinum, og tá visti eg, at her var heilt galið, sigur Dánjal Samuelsen. Umfatandi skaðar eru. Og eg vil lýsa hetta sum katastrofu, tá eg hugsi um, hvørjir skaðar heimini hjá fólki hava fingið, sigur Jay Jones, sheriffur, við AP tíðindstovuna. Hús vórðu nærum rivin upp í heilum líki. Melduródnin flutti seg suðureftir Highway 51, og skal hava oyðilagt í 800 metrar ummáli, tá hon fór suðureftir. Fíggjarligt støðufesti hevur stevnt Frithleifi Olsen, nevndarformanni, og Odd Bjellv g, næstformanni, og Marneri Jacobsen, forstjóra, og Bjarna Olsen, stjóra. Býráðið í Havn sigur, at stuðulin er liður í arbeiðinum hjá býráðnum at gera Havnina til ein bý við fleiri altjóða ráðstevnum, mentanartiltøkum og ítróttarkappingum. Samstundis hækkar stuðulin frá Klaskvíkar kommunu 300.000 krónur upp í 800.000 krónur um árið. Kommunan hevur tvey fólk í nevndini. Í nevndini eru fimm fólk. VisitNorðoy er framvegis sjálvsognarstovnur. Men sáttmáli skal gerast hvørt ár millum VisitNorðoy og Klaksvíkar kommunu um stuðulin frá kommununi. VisitNorðoy hevur ikki í løtuni fíggjarligu orkuna til at seta skipaða tilgongd í verk at finna rætta leiðaran fyri kunningarstovuna. Ein slík tilgongd, at seta leiðara, kostar sannlíkt okkurt um 70.000 krónur., upplýsir býráðið. Ferðavinnan í Norðoyggjum rekur kunningarstovuna VisitNorðoy. Býráðið í Klaksvík hevur heitt á VisitNorðoy um at selja bygningarnar Úti í Grøv. 2019 er royndarár hjá Ferðavinnuni í Norðoyggjum. Aðalfundurin hjá BankNordik 21.mars skal taka støðu til uppskot frá nevndini í bankanum, sum mælir til at lækka partapeningin í bankanum úr 200 milliónum niður í 192 milliónir krónur. Tí tær átta milliónirnar, sum partapeningurin verður niðurskrivaður, er útgoldin til partaeigarar bankans sum gjald fyri partabrøv, sum bankin hevur keypt. Hesi partabrøv eru keypt undir skipaða afturkeypinum, sum BankNordik hevur gjørt frá 30.mai 2016 til 30.desember 2016, frá 27.februar 2018 til 31.mai 2018 og frá 6.august 2018 til 21.februar 2019 fyri góðar 39,6 milliónir, sum partaeigarar í bankanum hava fingið. Kapitallækkingin verður framd til kurs 117,19, sum svarar til miðalkursin fyri afturkeyptu partabrøvini. Hon verður sostatt framd til yvirkurs. Nevndin mælir eisini til, at samsýningin til nevndina verður óbroytt. Forkvinnan fær 600.000 krónur um árið, næstformaðurin 400.000 og hini í nevndini fáa 200.000 krónur um árið. Í Snipp snapp eru teknifilmar, ið eru ætlaðir smáum børnum. Snipp snapp er hvørt mikukvøld og verður endursent hósdag og um vikuskiftið. Ein av ungu rennarunum, sum var við í kappingini á Fossanesi leygardagin, var 14 ára gamla Vibeke Sivertsen úr Norðdepli. Vibeke hevur stórar ætlanir, og heilt stóra framtíðarmál hennara er at luttaka í olympisku leikunum. Við í hesum seinna partinum á Flogvøllinum eru hesi fólkini Edvard Frederiksen í flogtorninum Anita Góðadal, sum hevur arbeitt í 40 ár Sólbjørg Skoubo Juliansdóttir, ferðandi Julian Nolseøe, sum ferðast nógv Lars Larsen, undangongumaður fyri føroyska flogsøgu Jónrit Jørgensen í Flogvistum Benjamin Absalonsen, sum siglir við sandbáti Emil Hentze á Havnarskrivstovuni Gudny Langgaard, stjóri í Vága Floghavn Maria Kristiansdóttir, eftir ferðafólki Jonny Müller, leiðari í tollfríu søluni Ragnar Joensen, OPS ferðslusamskipari Johan Mikkelsen, ferðsluleiðari Telefyritøkan Hey útbyggir sítt egna net, sum er sama slag sum tað hjá Føroya Tele, men óvist er, um feløgini fara at arbeiða saman um netið, ella um tey fara at byggja hvør sítt. Eitt dømi er lógin um Fíggjarligt støðufesti. Hon varð broytt fimm ferðir frá 2012 til 2015, uttan at løgtingið fekk lógaruppskotini til viðgerðar. Hetta var álvarsligt mistak. Hvørki Føroyar ella Danmark vilja, at tað endurtekur seg. Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, hevur gjørt vart við hetta í brævi til Rasmus Jarlov, vinnumálaráðharra. Hon vil hava fund um, hvussu samstarvið á hesum øki kann betrast og styrkjast. Kristina Háfoss sigur, at landsstýrið vil hava lógirnar um virksemið hjá bankunum í Føroyum so dagførdar sum gjørligt. Men tað ber ikki altíð til. Eitt dømi er lógin um at hvítta pengar. Landsstýrið hevur leingi viljað havt eina dagføring, men uppskotið um lógarbroytingina er ikki komið fyrr enn í ár. Somu reglur skulu vera galdandi um pengaflytingar í Føroyum og Grønlandi sum í Danmark. Talan er um, at ES reglur koma í gildi í Føroyum og í Grønlandi. Av tí at somu reglur ikki eru galdandi um fíggjarlig brotsverk í Føroyum og í Grønlandi sum í Danmark, metir ES Føroyar og Grønland at vera triðjalond. Men lógaruppskotini verða skundað gjøgnum fólkatingið, tí hvørki løgtingið og landstingið í Grønlandi hava viðgjørt lógaruppskotini, áðrenn tey fóru í fólkatingið. Hetta ger Kristina Háfoss eisini vart við í brævinum til Rasmus Jarlov. Men taka føroyingar og grønlendingar ikki undir við lógunum og seta tær í gildi, fer ikki at bera til at flyta pengar millum londini í ríkisfelagsskapinum. Lógaruppskotið var til hoyringar í Føroyum frá 25. januar til 8. februar, men einki svar kom. Uppskotið varð sent Ríkisumboðnum, felagnum hjá peningastovnum og landsstýrinum til hoyringar. Smaragd var staddur millum Borðoyanes og Gøtunes, og hevði mist framdriftina og alt ljós. Brimil, sum lá á Fuglafirði, fór alt fyri eitt avstað og tilkallaði Rescue Ziska at koma eisini. Hann var landnyrðingur eystan í ættini, og Smaragd rak hart suðureftir, hann rak tó fríur av Mjóvanesi. Brimil og Rescue Ziska fingu fatur á Smaragd eystur úr Mjóvanesi. Tvær pumpur og neyð agregat vórðu koyrd umborð á Smaragd, og síðani varð hann sleipaður inn á Klaksvík. Seks mans vóru við Smaragd, og tí var hildið neyðugt at hava tyrluna uppi yvir, um so var, at støðan broyttist. Tey náddu at pumpa Smaragd tóman, áðrenn skipini komu inn á Klaksvík um 3 tíðina í nátt. Helena Thiesen var bara sjey ára gomul, tá danskir myndugleikar tóku hana við sær. Teir tóku hana frá heiminum í Grønlandi og fluttu hana til Danmarkar. Mamma segði tvær ferðir nei. Triðjuferð bestemmaðu tey, sigur Helena Thiesen í útvarpssendingini Ekot í svenska kringvarpinum, SVT. Har var hon í 18 mánaðir, meðan hon lærdi danska málið og danska mentan. Helena Thiesen var ikki tann einasta, sum varð tikin frá foreldrunum. Tilsamans tóku myndugleikarnir 22 børn úr Grønlandi til Danmarkar tað árið. Ætlanin var, at tey skuldu gerast tilfeingi, sum skuldi gera tað lættari fyri landið at seta í verk bæði málini í skúlunum í Grønlandi. Men ætlanin gekk ikki sum ætlað. Tá Thiesen 18 mánaðir seinni slapp heimaftur til mammu sína, tosaði hon bara danskt, og kundi ikki longu samskifta við foreldur síni. Eg rann til mammu mína fyri at klemma hana, og siga henni um alt, sum var hent í Danmark. Men eg sá, at hon skilti meg ikki, at eg hevði mist mítt grønlendska mál, tá hon svaraði aftur á grønlendskum. Tí eg skilti hana ikki, sigur Helena Thiesen. Tey 22 børnini komu ongantíð aftur til familjur sínar, men vuksu í staðin upp á barnaheimi ella í fosturheimum í Grønlandi. Bæði Helena Thiesen og onnur av hesum børnum hava fingið mein fyri lívið. Í síðsta mánaði skrivaði danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, og formaðurin í grønlendska landstinginum, Kim Kielsen, undir avtalu um at kanna málið. Helena Thiesen vónar, at hetta merkir, at Danmark fer at biða um umbering. Men í tíðindaskrivi frá danska forsætisráðharranum, sigur hann, at tað verður av ongum. Málið skal kannast, men tað merkir ikki, at ábyrgdin skal plaserast ella at landið fer at biða um umbering, sigur Løkke Rasmussen, sambært sendingini í Ekot. Altjóða felagsskapurin, Barnabati, sum var við og valdi børn í 1951, hevur biðið um umbering, men tað hevur danski staturin ikki gjørt. Eg vóni, at kanningin fer at gera tey klókari, og at staturin biður okkum um umbering, sigur Helena Thiesen í svensku útvarpssendingini hjá SVT, Ekot. Hvat lurta føroysk tónlistafólk eftir, tá tey lurta eftir tónleiki Vit mugu ganga út frá, at tey ikki bara lurta eftir sínum egnum tónleiki. Greta varð í 2012 tilnevnd til eina Grammy heiðursløn saman við framleiðaranum Deadmau5 fyri sangin Raise Your Wepon . Tá búði hon í Liverpool, men síðan eru hon flutt aftur til Miðvágs saman við sjeikinum Fred Ruddick, sum er tónleikaframleiðri, og hagani roynir hon at uppbyggj sær eina altjóða tónleikakarrieru. Njótið hendan hálvanannan tíman saman við Svabo Bech og Leitisstein. Greta velur tónleik, henni dámar, meðan Leitisstein spælir tónleik hjá Gretu, eitt nú allar sangirnar á Bones . Tað skrivar Washington Post. Hetta hevur givið vónir um, at hann kann gerast nummar tvey, sum nakrantíð er vorðin frískur frá sjúkuni. Sambært amerikanska blaðnum, er tað framvegis ov tíðliga at siga, at maðurin er fullkomiliga lektur eins og Timothy Brown gjørdist fyri 10 árum síðani. Eg haldi, at hetta er sermerkt. Tað vísir, at Berlin sjúklingurin ikki var eitt eindømi, og at hetta er skynsamur máti, sigur Daniel Kuritzkes á Brigham og Women s Hospital við blaðið. Sambært Washington Post er eitt av eyðkennunum við íleguni, at hon goymir eitt protein, sum er kritiskt móti, at HIV fer í blóðkyknurnar. Tað sama var við Berlin sjúklinginum, tá hann var í viðgerð. Talan er um vandamikla viðgerð, og hon verður bara gjørd, tá góð klinisk orsøk er til at gera hana. Donorar skulu eisini samsvara genetiskt við sjúklingin. Umleið 37 milliónir fólk hava HIV virusið. Nærum 60 prosent av teimum megna at halda tí niðri við heilivági. Umleið ein millión fólk doyggja av HIV um árið. Heimablídnisskipanin vann sum besta matferðamál, Dímunargarður vann sum besti rávøruframleiðari og Leif Sørensen vann sum besti mathandverkari. Hesaferð eru Føroyar við í øllum bólkum, og tí trúgva vit upp á, at úrslitið verður enn betri hesaferð, sigur Janus Vang, stjóri á Granskarasetrinum iNOVA. Limirnir í Emblu ynskja tilnevningar frá almenninginum, síðani er ein dómsnevnd í hvørjum landi sær, sum velur eitt umboð fyri hvønn flokk. Øll eru vælkomin at gera tilnevningar, ein starvsfelagi, ein fyrimynd ella tú sjálv ur, í hesum flokkum á heimasíðuni ella á hesum leinki . Meginfelagið fyri tey norðurlendsku bóndafeløgini, NBC, hevur ábyrgd av Emblu við stuðli frá Norðurlandaráðnum. Luttakandi londini eru Ísland, Danmark, Noreg, Svøríki, Finnland, Áland og Føroyar. Vald móti kvinnum er ein útbreiddur samfelagstrupulleiki, sambært ST ein fólkaheilsutrupulleiki. Í Finnlandi eru 23 kreppustøðir, sum geva hjálp í bráðfeingis støðum. Av tí at Jósup sigldi so ofta uttan ferðafólk millum Gomlurætt og Hest og millum Hest og Gomlurætt, hava Strandfaraskip landsins gjørt av, at allir túrar hjá Jósupi nú eru tilkallingartúrar. Jósup hevur røkt siglingina millum Gomlurætt og Hest saman við Teistanam síðani 14. januar í ár. Tá Jósup hevði siglt í ein mánað, visti Útvarpið at siga, at í miðal vóru 1,3 ferðafólk hvønn túr. Tá Jósup fór undir siglingina út i Hest, segði stjórin á Strandferðsluni, at talan var um eina royndartíð í hálvanfjórða mánað, til 1. mai, tá Jósup fer at sigla millum Sørvág og Mykines. Teistin siglir túrarnar klokkan 08 45 av Gomlurætt og klokkan 09 05 úr Hesti mánadag, mikudag og fríggjadag, tá Teistin tekur vatn í Hesti. Hetta eru ikki tilkallingartúrar. Shaima og Suleiman hitta arbeiðsgevarar og tosa um størv, og Magda skal gera eitt torført val. Anders heldur fram at søkja arbeiði, men fær eini boð, sum venda øllum á høvdið. Onkrar tíðir kundu verið betri, ásannar Jonhard Larsen, sum sjálvur var akkurát ov stuttur at røkka persónliga málinum at renna teinin undir tríggjar tímar. Fyri ein í ferðalagnuma, Henry Olsen, var upplivingin serstøk. Hetta var tað síðsta av sonevndu Six Majors, sum hann hevur runnið. Føroya rættur hevur dømt ein 21 ára gamlan mann inn at sita í tvey ár og tríggjar mánaðir fyri at smugla rúsevni til Føroya. Fongsulsrevsingin er treytaleys, skrivar TAKS á heimasíðuni. Maðurin varð tikin í desember í fjør, tá hann kom úr Danmark við Norr nu. Rúsevnahundurin vísti áhuga fyri viðførinum hjá manninum. Viðførið varð kannað og har vóru 214 gramm av amfetamini og eitt kilo og 285 gramm av hashi. 21 ára gamli maðurin tók við dóminum hjá Føroya rætti, skrivar TAKS. Vit hoyra Regin Smiður, Dansifelagið í Havn, Birgir Djurhuus skipar. Hábarðsvísu, Sumbiar Dansifelag, Eli Poulsen skipar. Fípan Fagra, Dansifelag Kaggans, Tøkum Lætt og Dansifelagið á Latrinum, Regin Eikholm. Risin í Hólmgørðum, Leikum Fagurt og Stígum Fast, Eyðun Mohr Viderø skipar. Jallgrímskvæði, Dansifelagið í Havn, Niels á Velbastað skipar. Vilmundskvæði, sumbingar kvøða, Dánjal Jákup Thomsen skipar. Mimmering var deb mindste, velbastaðmenn, Jóannes í Búðini skipar. Smden frá Christianshavn, Sigmund í Búð skipar. I Dannermænd, Dansifelagið í Havn, Hilmar Kass skipar. Mallebro, Klaksvíkar Dansifelag, Frits Olsen skipar. Hertugen red fra Kolding by, Leikum Fagurt, Tórður Johannesen skipar. Áhoyraravirðislønin Vel hvør vinnur eina FMA Áhoyraravirðislønin verður latin tónleikara ella bólki, sum fær flestar sms atkvøður. Tey, sum eru í uppskoti at vinna hesa virðisløn, eru tey, ið eru tilnevnd á FMA og til ber at atkvøða eina ferð. Vilt tú vera við at avgera, hvør fær Áhoyraravirðislønina, send so eini sms boð til 1940 við boðunum FMA og so navnið á tí bólki, kóri ella einstaklingi, tú heldur skal vinna. Hetta fekk eisini avleiðingar fyri ein av allarbestu spælaranum hjá Hamari, Sjúrður Sivertsen, sum gjørdi sín fimta feil í dystinum og bleiv tí útvístur. Hamar kom ongantíð fyri seg eftir hetta, og Sporðdrekin økti um leiðsluna tað sum eftir var av dystinum og vann at enda tryggan sigur. Hvørji rák eru í føroyskum tónleiki í dag Hendan og aðrar spurningar umrøða vit saman við Knút Háberg Eysturstein, tónleikara og tónleikafrøðingi. Hvønn týdning hevur tónleikur fyri menning hjá børnum og hvussu verður arbeitt við tónleiki á føroyskum dagstovnum Vit hava vitjað í Mylnuhúsinum í Klaksvík. Í hvønn mun kann føroyskur tónleikur gera seg galdandi uttanlands Vit skifta orð við Sunleif Rasmussen og Teit Lassen, sum báðir hava roynt seg og staðið seg væl uttanlands, og Oyvind av Skarði, ið er fulltrúi í Uttanríkis og Vinnumálaráðnum. Hvønn leiklut hava kvinnur í føroyskum tónleiki Vit tosa við Rannvá Helenudóttir og Elly Johannesen, ið eru tvær teirra, sum skipa fyri Gentur rocka. Og tvær kvinnur, ið farna árið hava gjørt vart við seg á føroyska tónleikapallinum, eru Sissal Grækarisdóttir Magnussen og Jasmin Mote. Vit fáa orðið á tær báðar. Tú kanst hoyra sendingina her Gerandisdagurin hjá teimum, sum búgva á bústovninum Karlamagnusarbreyt 34 í Hoyvík, er nógv merktur av einum breki í el veitingini, sum á níggjunda degi ikki er loyst. Og nú er tolið um at vera uppi. Í innslagnum sæst eitt elskáp, leidningar og ein hvítur bygningur, sum er í gerð. Hyggjarin kann fáa ta fatan, at hesin bygningurin er tann bygningurin sum verður umrøddur í innslagnum, Tilskilast skal, at tað er tað ikki. Talan er um grannabygningin. Nú 5G tøknin skal roynast, og netið skal útbyggjast enn meira, mælir Rúnar Reistrup, nevndarformaður í HEY, til, at netið verður lagt undir almenna netfelagið. Mikael Blak fyri Portur hjá Mariusi Ziska. Theodor Kapnas fyri Támsins likam hjá Hamferð. Kristoffer Mørkøre fyri Swardi, Jón Mørkøre, Bjarka Hansen, Laila av Reyni og ymiskt annað. FMA verður í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið 9. mars. Tiltakið verður sent beinleiðis í Kringvarpi Føroya klokkan 19.30 bæði í sjónvarpi, útvarpi og á netinum. So at siga allar kommunur í Føroyum hava fingið meira inn í kommunuskatti higartil í ár samanborðið við sama tíðarskeið í fjør. Tað vísa tøl hjá TAKS. Stórsta kommunan í landinum, Tórshavnar Kommuna, fekk knappliga 12,3 milliónir krónur meira inn í skatti í januar og februar í ár í mun til somu mánaðir í fjør. Tórshavnar Kommuna fekk 129 milliónir krónur inn í kommunuskatti fyrstu tveir mánaðirnar í ár samanborið við sama tíðarskeið í 2018. Klaksvíkar kommuna fekk góðar fýra milliónir krónur meira inn í kommunuskatti. Klaksvíkar kommuna fekk góðar 34,7 milliónir inn í januar og februar í ár. Bárður Kass Nielsen, løgtingsmaður, spurdi, nær fiskiveiðiavtalan við Ísland fyri árið 2019 er fingin í lag. Høgni Hoydal svarar, at samband er millum partarnar um málið. Landsstýrismaðurin svarar ikki beinleiðis tí spurninginum, men hann ásannar, at Føroyar hava í mong ár kunnað fiskað 5.600 tons av botnfiski í íslendskum sjógvi. Toskurin er tvífaldaður síðani 2015 og farin upp í 2.400 tons. Annars sigur Høgni Hoydal, at samráðingar hava verið við Ísland síðani í fjør summar um eina nýggja rammuavtalu at skipa fiskiveiðisamstarvið eftir, men enn er ikki komið á mál. Føroyingar hava eisini kunnað fiskað lodnu í íslendskum sjógvi. Men av tí, at Ísland onga lodnukvotu hevur nú, høvdu føroyingar heldur ikki fingið lodnu í íslendskum sjógvi hesaferð. Ítøkilig ynski um broytingar í fríhandilssáttmálanum millum Føroyar og Stórabretland mugu sum meginregla takast upp eftir, at sáttmálin er komin í gildi. Londini hava í einari felagsyvirlýsing um sáttmálan gjørt semju um, at felagsnevndin fer at eftirmeta, hvørjar føroyskar fiskavørur og landbúnaðarvørur hava tollfría atgongd til bretska marknaðin. Landsstýrið fer at heita á bretskar myndugleikar um at fara til verka í felagsnevndini sum skjótast eftir, at sáttmálin kemur í gildi. Tað ger hann, tá handilssáttmálin við ES ikki longur er galdandi fyri Føroyar og Stórabretland. Fríhandilssáttmálin millum Føroyar og Stórabretland hevur sum endamál at tryggja, at verandi rættindi og skyldur halda fram á handilsøkinum sambært galdandi handilssáttmála millum Føroyar og ES, sum er frá 1996. Undirtøka er fyri einum uppskoti til samtyktar hjá Sambandsflokkinum um at skilja netið hjá SEV frá øðrum virksemi hjá SEV, so netið verður ein sjálvstøðug eind. Vinnunevndin hjá løgtinginum er samd um eitt broytingaruppskot, har løgtingið heitir á landsstýrið um at gera eina frágreiðing um, hvussu netið hjá SEV kann verða skilt frá hinum virkisøkinum hjá SEV, so fult gjøgnumskygni verður í, hvussu nógv netið kostar. Løgtingið skal eisini heita á landsstýrið um at samskipa hesa frágreiðing við arbeiðið, sum landsstýrið ger fyri at fáa sett nógv meira ferð á grønu orkuna. Framleiðslan av grønari streymorku skal fleirfaldast, og her er brúk fyri, at øll lyfta í felag, land, kommunur, privatar fyritøkur og einstaklingar, sigur Vinnunevndin. Og bara tvey oljufeløg eru í Føroyum, eitt duopol. Olja verður brúkt til at gera okkurt um 90 prosent av orkuni í Føroyum. Tá eru skipini tald við. Uppboðssølukunngerðin er greitt dømi um, at landsstýrismaðurin hevur tann politikk, at nú skal onkur annar sleppa framat at keypa kvotu í Barentshavinum. Tað sigur Hanus Hansen, stjóri í JFK Trol og formaður í Reiðarafelagnum, sum undrast á, at øll kvotan í Barentshavinum nú skal seljast á afturlatnari uppboðssølu, harav størsti parturin skal seljast eftir tí leisti, at boðið er bindandi. Til samanberingar verða millum 40 og 50 prosent av uppboðssølukvotunum av makreli, norðhavssild og svartkjafti seld á opnari uppboðssølu, og herfyri varð øll uppboðssølukvotan á Flemish Kap seld á opnari uppboðssølu. Stjórin í JFK Trol, sum eisini er virkandi formaður í Reiðarafelanum, leggur ikki fingrarnar ímillum, men skírir Fiskimálaráðið at gera mun á ymsu skipabólkunum og har barentshavstrolararnir eru svartiper. I fjør varð afturlatna uppboðssølan skipað soleiðis, at lægsta góðkenda boðið ásetti prísin, sum øll skuldu gjalda. Men í ár verður ein nýggjur leistur fyri afturlatna uppboðssølu eisini royndur ein leistur, har boðið er bindandi. 76 prosent av uppboðssølukvotuni í Barentshavinum í ár verður seld sum eitt ára rættindi, har boðið er bindandi. Tað vil, sambært Hanusi Hansen, gera tað uppaftur truplari at bjóða. Hanus Hansen, stjóri í JFK og formaður í Reiðarafelagnum finst hvassliga at, hvussu landsstýrismaðurin hevur skipað uppboðssølurnar í ár. Hann undrast á, hví øll kvotan í Barentshavinum skal seljast á afturlatnari uppboðssølu, meðan aðrir leistir verða brúktir fyri hinar uppboðssølurnar. Til dømis verða millum 40 og 50 prosent av uppboðssølukvotunum av makreli, norðhavssild og svartkjafti seldar á opnari uppboðssølu, og eisini varð øll uppboðssølukvotan á Flemish Kap seld á opnari uppboðssølu. Eftirmetingin av uppboðssølunum higartil hevur víst, at neyðugt er at royna nýggjan leist í Barentshavinum, sigur Høgni Hoydal, sum leggur Hanus Hansen undir at gera málið meira politiskt enn tað í veruleikanum er. Hinvegin vísa tølini, at uppgerðin passar hjá 19.715 borgarum, sum tískil hvørki skulu rinda írestandi skatt ella eiga avlopsskatt til góðar. Tey, sum hava goldið ov lítið í skatti, eru 1.935 í tali, og hesi fáa í næstum rokning fyri írestandi skatt. Hann er til samans 5.454.212 krónur. Eiga fólk minni enn 25 krónur til góðar, verða tær ikki útgoldnar. Skylda fólk minni enn 100 krónur, verða tær ikki innkravdar, skrivar TAKS á heimasíðuni. Í hesum fyrsta partinum í føroyskari dokumentarrøð um rútmiska tónleikin fáa vit søguna um tey, sum løgdu lunnar undir tann nýggja popptónleikin í Føroyum Stóra skiftið í føroyskum tónleiki frá harmonikuljómi úr dansistovum kring landið og væl umtókta blásaraljómliðnum Gogguni í Havn er miðskeiðis í 50 árunum. Ungfólk í Havn leitaðu tá saman í serstakt felag at vekja ansin fyri tónleiki. Í gula húsinum ovast uppi í Niels Finsensgøtu húsaðist Tónleikafelagið. Hesin felagsskapur fekk ivaleyst stóran týdning sum klekingardepil hjá teimum, sum royndu at gera sítt egna. Í hesum umhvørvi birtust slóðarar sum Simme Jacobsen, Birni Dam og Tey av Kamarinum. Tey fóru at skriva føroyskar sangir og framføra teir. Tónleikurin er fólkapoppur við drøgum úr country, jazzi og latínamerikanskum rútmum. Aðrir tilburðir gera eisini mun. Í 1957 verður Útvarp Føroya sett á stovn og fer undir regluligar sendingar. Samstundis fer plátuhandilsmaðurin Hansemann Tórgarð í Havn at taka upp nýggjar føroyskar sangir og geva teir út á plátu. Vit hoyra um fyrstu føroysku plátuútgávurnar seinnapartin í 50 árunum og fyrst í 60 árunum. Hesi árini koma í ljósmála fleiri nýggir føroyskir sangir, ið eru vorðnir fólkaogn. Sangurin Rasmus er at hoyra aðrastaðni enn bara í Føroyum, og verður endurinnspældur bæði í Danmark, Noregi, Íslandi og Svøríki. Í hesum fyrsta partinum fáa vit søguna um tey, sum løgdu lunnar undir tann nýggja popptónleikin í Føroyum. Suni Merkistein og Hans Petur Hansen løgdu til rættis. Tann, sum sendi boðini, boðaði sjálvur frá, eftir at rektarin á Glasi hevði meldað tilburðin. Næmingar fingu boð um ikki at fara í skúla. Politiið tók síðani tríggjar 18 ára gamlar menn, næmingar á Glasi, og avhoyrdi teir. Teir vórðu síðani latnir leysir. Ein teirra er skuldsettur. Boðini á Jodel, sum vóru dulnevnd, er fyrsta málið av sínum slagi í Føroyum. Í Danmark vóru í fjør 18 mál, har politiið var í skúlum í sambandi við møguligar hóttanir. Tað vísir ein samanteljing, sum P1 Dokumentar hjá Danmarks Radio hevur gjørt. Í flestu førum eru ungdómar handtiknir, ungdómar heilt niður í 15 ára aldur. Og í nøkrum førum eru tey eisini dømd í rættinum. Í øðrum førum er talan um frídømingar, tí rætturin metti, at talan var um skemt, vánaligt skemt. Tú kanst hoyra samrøðuna við Sunleif Rasmussen, Teit Lassen og Oyvind av Skarði her Í samrøðuna siga Sunleif Rasmussen og Teitur Lassen okkum, hvussu teir bóru seg at við at fáa eina altjóða yrkisleið innan tónleik, samstundis sum nomið verður við tað, sum skal til, um dreymurin um eina altjóða tónleikayrkisleið skal gerast veruleiki. Eisini tosa vit við Oyvind av Skarði, ið er fulltrúi í Uttanríkis og Vinnumálaráðnuim, um nýggju Tónleikaútflutningsstovuna, ið verður sett á stovn í næstum. Danska stjórnin letur fólkatingið avgreiða lógir, sum eru galdandi fyri Føroyar, uttan at senda tær til Føroya fyrst. Stýriskipanarlógin sigur annars, at slíkar ríkislógir skulu gjøgnum løgtingið fyrst og løgmaður skal staðfesta tær. Eitt dømi er lógin um Fíggjarligt støðufesti. Hon varð broytt fimm ferðir frá 2012 til 2015, uttan at løgtingið fekk lógaruppskotini til viðgerðar. Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, hevur gjørt vart við hetta í brævi til Rasmus Jarlov, vinnumálaráðharra. Hon vil hava fund við hann. Seinrapartin í farnu øld stóð illa til í spanska býnum Bilbao. Í Bilbao, sum upprunaliga var ein fiskivinnubýur, var stórt arbeiðsloysi og býurin var um at fara av knóranum. Men so varð avgjørt av byggja Guggenheimsavnið ein bygningur, sum hevur vent gongdini í Bilbao, og sett býin á heimskortið, tá talan er um arkitektur, list og mentan. Í 1991 verður farið undir byggingina, og í 1997 verður snórurin til Guggenheimsavnið í Bilbao klipptur. Tað er slóðbrótandi arkitekturin Frank O. Gehry, sum hevur teknað heimskenda bygningin. Og 28. februar rundaði heimskendi amerikanski arkitekturin tey níti. Frank Owen Gehry varð føddur 28. februar 1929 í canadiska býnum Toronto. Mamman var ættað úr Póllandi og av jødiskum uppruna, meðan pápin, hvørs foreldir vóru russiskir jødar, varð føddur í Brooklyn. Sum barn var Frank O. Gehry sera kreativur, og við einum skumpi frá ommu sínari, plagdi hann at byggja líttlar býir úr skrambli og timburi. Gehry næm sær útbúgving sum arkitektur á University of Southern California og á Harward. Og í 1954 fór hann at starvast sum arkitektur á ymiskum teknistovum, til hann í 1962 læt upp egna teknistovu í California. Tú kanst hoyra samrøðuna við Ragnar Zachariassen um Frank O. Gehry her Tónleikaliga er tað ógvuliga samansett. Tað er eitt øgiligt fjølbroytni. Knút Háberg Eysturstein er tónleikafrøðingur, og hann heldur rákið í føroyskum tónleiki vera rættiliga spennandi hesi árini. Tvey høvuðsrák gera seg galdandandi. Tað er ein alsamt størri professionalisering. Og so koma fleiri stakløg út og færri verk, tað vil siga plátur, fløgur ella heildarverk. Tónleikurin er góður, hann hevur kanska ongantíð verið so góður sum í dag, men tað er nógv størri fokus á stakløg. Hoyr samrøðuna við Knút Háberg Eysturstein, tónleikafrøðing, sum var í Nón. Garnaskipið Anita er nú strikað í føroysku skipaskrásetingini. Trotabúgvið P f Seta hevur selt skipið til eitt spanskt reiðarí fyri góðar 17,4 milliónir krónur Skipið er selt í fríari sølu. Anita hevur ikki verið til fiskiskap síðani á vári 2014, tá skipið fyrst misti ein mann og síðani varð tikið fyri at hava ov nógv gørn. Elin á Rógvi hevur skrivað sangin og Guðrið Hansdóttir hevur gjørt lagið. Elin á Rógvi greiðir frá søguni. Ida í Lon og Elisa Mo Ejdesgaard fara at halda røðu til altjóða kvinnudagin í skúlanum. Tær fara at siga sína hugsan um sangin. Jan Ziskasen arbeiðir í dag sum stjóri á Føroya Tele, og tað hevur hann gjørt seinastu trý árini. Men áðrenn hann gjørdist stjóri á Føroya Tele, hevur hann starvast sum stjóri í fleiri risafyritøkum í bæði London og Chicago. Í morgunsendingini í morgun prátaðu vit við Jan Ziskasen um, hvat krevst fyri at náa til tops uttanlands samanborið við heima í Føroyum. Vit prátaðu eisini um, hvussu tað er at koma aftur til Føroya aftan á 25 ár í útlondum. Hann sigur, at føroyingar standa einki aftan fyri fólk uttlands vit duga minst líka væl sum onnur men trupulleikin er, at vit ofta ikki tora at sikta serliga høgt. Hann leggur aftrat, at vit ofta tosa okkum sjálvi og onnur niður, ístaðin fyri at uppbyggja hvønn annan. Útlátið av vakstrarhusgassi frá akførum í Føroyum setir met og dálkar nú næstan líka illa sum samlaða el og hitaframleiðslan í landinum. Av meira enn 25.000 privatbilum eru bara 115 el bilar, av 104 hýruvognum koyrir bara ein við streymi, og eingin el bussur er í landinum. Volvo boðaði í síðstu viku frá, at tey ikki longur fara at framleiða diesel bussar, og so útsetti Heðin Mortensen, landsstýrismaður útbjóðingina av Bygdaleiðum, sum nú skulu hava umhvørvisatlit við í síni skipan. Og í Tórshavnar kommunu skulu býarbussarnir eisini skjótt skiftast út, kanska við el bussar, sigur Annika Olsen, borgarstjóri. Roskilde kommuna fer í næsta mánað undir spildurnýggja býarbuss skipan, sum bara brúkar el. Ivan Hyllested Pedersen, vegstjóri sigur, at teirra nýggju bussar, 20 í tali, bara skulu løðast um næturnar, og at nýggja skipanin ikki kostar meira enn tann gamla diesel skipanin. Luttakarar Sigmund Signarson, nevndarformaður í P F AUTO Ivan Hyllested Pedersen, vegstjóri í Roskilde kommunu Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu Terji Nielsen, verkfrøðingur og menningarleiðari á SEV Sakførarin hjá bretsku stjórnini, Geoffrey Cox, sigur, at ES og Bretland nú eru farin undir at umrøða tær størstu avbjóðingarnar, sum eru í samráðingunum. Vit hava lagt nøkur uppskot fyri ES, nøkur skilagóð uppskot, men líkt er til, at kenslur nú eru komnar í samráðingarnar, og tí er ilt at endurgeva, hvat uppskot talan er um. Tað segði Cox við Sky News, tá hann kom aftur til Bretlands, eftir at hava vitjað í Brússel, skrivar NTB. Hann vildi ikki í smálutir við tí, sum fer fram, men hann váttaði, at talan er um ógvuslig sjónarmið, sum eru løgd fram. Geoffrey Cox stendur nú á odda fyri samráðingunum við ES, saman við brexitráðharranum, Stephen Barcley. Cox hevur fingið boð frá Theresu May, forsætisráðharra, at hann skal tryggja, at tað, ES fer at bjóða, heldur rættarliga. May hevur sett sær fyri, at fáa ES at flyta seg, áðrenn nýggj atkvøðugreiðsla verður í parlamentinum, og tað verður eftir ætlan grækarismessudag, 12. mars. Samráðingarnar snúgva seg nú um markið ímillum Írland og Norðurírland, tí tey, sum vilja úr brexit, siga, at tann parturin av avtaluni kann binda Bretland í tollsamgongu við ES. Hanna Jensen, landsstýriskvinna í útbúgving og gransking, og Tóra Petersen, sálarfrøðingur, eru tveir av luttakarunum á tiltakinum, Skal samfelagið skifta fortekn, sum verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði fríggjakvøldið 8.mars á altjóða kvinnudegnum. Tóra Petersen setur temaið, Skal samfelagið skifta fortekn í perspektiv við tølum og trends, og Hanna Jensen er við í kjakinum við heitinum, Einstaklingurin vs. Samfelagið, Á tiltakinum verður tað góða samfelagið viðgjørt, spurningurin, hvussu samfelagið kann gerast enn betri fyri familjuna og fyri hin einstaka verður settur. Fyrireikararnir meta, at hesir spurningar eiga at mynda komandi valstríðið. Ein góð skipan av samfelagnum, ið hevur fyrilit fyri øllum barnafamiljum, støkum, monnum og kvinnum, børnum, ungum og eldri. Farnu vikuna hevur høvið verið at sæð sjónleikin Deyðadansur 3.0, sum Teaterbólkurin Tvazz úr Føroyum, Teatergrad úr Danmark, og Teater Insite úr Svøríki, hava lagt úr hondum. Og saman við Maritu Dalsgaard og Birnu Heinesen ummæla vit leikin. FemiFagnaður 2019 er eitt av tiltøkunum, nú tað stundar til Altjóða kvinnudagin. Vit skifta orð við tveir av fyrireikarunum, nevniliga Hervør Pálsdóttir og Sunnuva Háberg Eysturstein, umframt Marnu Jacobsen, sum fer at lesa upp til tiltakið Orð og kyn. Skal samfelagið skifta fortekn er heitið á 8. mars tiltakið í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Vit tosa við tveir av fyrireikarunum nevniliga Rønn Eliasen og Kristinu Gry Berg. Tveir av luttakarunum á nevnda tiltaki eru Hanna Jensen, landsstýriskvinna í skúlamálum, og Tóra Petersen, sálarfrøðingur. Hanna og Tóra vitja um runda borðið í seinra tímanum. Orð, mynd og veruleiki er heitið á nýggjari bók, sum Malan Marnersdóttir hevur ritstjórnað. Vit fáa orðið á ritstjóran. Tú kanst hoyra sendingina her Tingið skal annars í dag atkvøða um ein fyrispurning frá Bill Justinussen og Jenisi av Rana til Poul Michelsen, landsstýrismann, um, hví Føroyar ikki høvdu umboð á hátíðar og minningarhaldinum um danir og føroyingar, sum bjargaðu túsundtals jødum úr Danmark til Svøríkis í seinna heimsbardaga. Haldið var í oktober í fjør. Tingmenninir siga, at Forsætismálaráðið sendi innbjóðing til føroyska sendimannin í Danmark at vera hjástaddur 11. oktober, tá hátíðarhald og minningarløta vóru í jødisku synagoguni í Keypmannahavn. Sendimaðurin sendi avboð, siga Bill Justinussen og Jenis av Rana. Og í dag skal Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, svara fyrispurninginum frá Kaj Leo Holm Johannesen, tingmanni, um tilboðið frá Novo Nordisk grunninum um diabetessamstarv og um at byggja miðstøð fyri diabetes í Føroyum. Bústaðarpakkin hjá landsstýrinum hevur fyrstu viðgerð á tingfundinum í dag. Og í dag kunnu tey nógvu tingmálini, sum komu á Løgtingskrivstovuna hósdagin í farnu viku, leggjast fram. Landsbankin seldi virðisbrøvini fyri kurs 28. Tá, í 2011, varð mett, at trotabúgvið Kaupting banki fór at lata teimum, sum áttu pengar í búnum, 25 prosent av tí, tey áttu til góðar. Landsbankin keypti virðisbrøvini í 2008 fyri 8,1 millión krónur. Men Kaupting banki veðhelt ikki sjálvur fyri virðisbrøvunum. Tað gjørdi amerikanski bankin Lehmann Brothers, sum fór á húsagang í 2008. Men hetta upplýsti Kaupting banki ikki, tá hann seldi virðisbrøvini, so trotabúgvið eftir Kaupting banka noyðist at gjalda krøvini hjá teimum, sum hava mist pengar. Búgvið eftir Kaupting banka er ikki liðugt viðgjørt enn. Men tað eru 60 prosent at býta millum kreditorarnar, soleiðis sum tíðindini vilja vera við, missir Landsbankin 2,3 milliónir krónur meira enn tey, sum ikki seldu síni krøv móti Kaupting banka. Men frá hesari upphædd skal dragast frá kostnaður fyri advokathjálp og innanhýsis arbeiðsorku. Tað sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, í svari til Edmund Joensen, løgtingsmann. Tann 14. til 21 mars eru nevniliga Special Olympics World Games í Dubai, og hetta er ein stór, altjóða kapping fyri fólkum við menningartarni. Ikki færri enn 7000 luttakarar plaga at vera við til hesa árligu kappingina. Tvær, sum eru partur av føroyska ferðalagnum, eru Meiken Salberg Olsen og Hilda Poulsen. Tær luttaka í ávikavist frælsum ítrótti og bocce. Andri og Dabbi ferðast í Føroyum og tosa við føroyingar um land og mentan. Hesa ferð fara teir til Vestmanna, har teir fyrst vitja 90 ára gomlu Mariu, sum hvønn dag svimur í sjónum. So hitta teir Finn Koba, sum syngur eitt lag um samkynd fyri okkum. Síðani fara teir til Kirkjubøar, har teir vitja Trónd Patursson, Roykstovuna og Kirkjubømúrin. At enda verður farið á gátt á Mojo, har Andri hittir James Olsen, sum er gamal íslandsvinur. RS er í hæddini beint nú. Fyri stór børn og vaksin er hetta sum eitt vanligt forkølilsi, men tá tað snýr seg um pinkubørn, er hetta virusið ikki heilt vandaleyst, sigur Súsanna Funding, sum er sjúkrarøktarfrøðingur og hevur seinastu mongu árini arbeitt á Barnadeildini á Landssjúkrahúsinum. Hesi børnini hava økt slím, trupult við at anda og orka illa at taka føðslu til sín. Tað kann fáa keðiligar avleiðingar, tí í summum førum blíva tey heilt illa fyri, og tá kann støðan gerast rættiliga álvarsom, sigur Súsanna Funding. 16 ára gamla Simona varð kynsliga misnýtt, tá hon var 4 ára gomul. Tað gjørdi pápi vinkonu hennara. Tað er torført at góðtaka, serliga hjá pápanum, sum framvegis ikki er til reiðar at tosa við hana um tað, sum hendi. Tí hvussu kundi tað henda, og hví uppdgaði ongin nakað Í eina viku hevur verið møguligt at atkvøða um, hvør skal fáa Áhoyraravirðislønina á FMA 2019. Øll kunnu atkvøða einaferð og tey, sum eru í uppskoti til hesa virðislønina, eru tey tilnevndu á FMA. Ársins útgáva Silvurdrongur Silvurpláta Ársins videolag VSJ God s Work, leikstjóri Pætur Høj Rebekka Petersen Eg vaksi, leikstjórar Bastien Bron og Laetitia Gauchat Das Playground Frostfelt Angel, leikstjóri Heiðrik á Heygum Heiðrik Black for the occasion, leikstjóri Heiðrik á Heygum Gut Productions Aftur ein prologur , leikstjóri Búi Egason Dam Ársins framleiðari Mikael Blak Portur hjá Marius Ziska Theodor Kapnas Támsins likam Kristoffur Mørkøre Swardi, Lailu av Reyni, Jón Mørkøre, Bjarki Hansen og annað. Ljóðfílurin vil so fegin lesa. Men hann vil slettis ikki lesa hina gomlu myndabókina, sum Jensina hevur funnið fram. Hann vil lesa um Skrímslakiskuna Hvønn sang hoyra vit í dag Og hvar letur Loyniliga Loynihurðin seg upp Petra hevur ein dreym um at flyta úr býnum og nærri familjuni, tá barnið kemur í verðina. Tí leiga hon og Asbjørn eini hús, so kunnu tey royna, hvussu tað verður at búgva nærri verforeldrunum, men langt frá býarlívinum og vinunum. Tað er ikki so torskilt, sum tað kanska letur til. Tí nógvar reglur eru sera greiðar, tá tað kemur til ð, og fleiri hentar tummilsreglur eru eisini til tess at gera tað lættari at minnast til, nær eitt orð skal hava ð ella ikki. Sagnorð Tá lýsingarháttur og navnháttur ljóða eins, sum til dømis Kundi eg fingið teg til at skriva ein tekst fyri meg Ella kundi eg fingið teg til at skrivað ein tekst fyri meg Her ber til at seta orðið, gera, ístaðin. Kanst tú siga gjørt , so endar orðið við ð, meðan kanst tú siga gera , so endar tað ikki við ð. Eg møtti einum báti. Báturin, sum eg sá, var stórur. Sást tú bátin Í teimum førunum, har bátur endar við N, endar hvørkikynsorðið við ð. Lýsingarorð Endar kallkyn og kvennkyn við in ella il, so endar hvørkikyn við ið. Til dømis Barnið er lítið. Var tað ein genta ella drongur, høvdu vit sagt gentan drongurin er lítil. Tá orðið endar við il, fær lýsingarorðið ð í endanum, tá tað er um hvørkikyn. Lógaruppskotið, sum kemur í tingið í dag, gevur landsstýriskvinnuni heimild at skipa tænastur, sum hava verið eftirspurdar í nógv ár. Í lógini er eisini ásett, at fólk skulu takast við uppá ráð, fáa skjóta og góða ráðgeving og stuðlast, so tey kunnu liva eitt so vanligt lív sum gjørligt. Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, sigur í svari til Edmund Joensen, løgtingsmann, at hyggjast skal at virðisbrøvum yvir fleiri ár enn eitt, helst fimm ár. Tað eru meira enn seks ár síðani at SEV fór undir at kanna eina loysn við einum kaðali úr meginøkinum til Suðuroynna. Orsøkin var fyrst og fremst nýggja uppsjóvarvirkið Varðin Pelagic á Tvøroyri, sum varð tikið í nýtslu á sumri í 2012. Virkið kravdi sera nógva orku, og tað setti stór krøv til SEV. Spurningurin um elkaðal hevur verið á breddanum í SEV í nógv ár, og felagsskapurin hevur brúkt nógva orku til at kanna møguleikan, sigur Finn Jacobsen, sum ídag er tekniskur leiðari hjá Magn. Á heysti í 2016 fór Finn Jacobsen úr starvi sum leiðari á framleiðsludeildini hjá SEV, og hann gjørdist tá tekniskur stjóri hjá Magn. Í dag váttar Finn Jacobsen, at SEV øll hesi árini arbeiddi við ítøkiligum ætlanum um at knýta Sandoynna og Suðuroynna uppí meginøkið við einum háspenningskaðali og 60 kilovolt koblingsstøðum Tað eru annars tvey ár síðani SEV søkti um loyvi at gera eina pumpuskipan í Suðri og henda sama pumpuskipan gjørdist grundarlagið undir stóra útboðnum av vindmyllulundini í Porkerishaganum. Herfyri boðaði SEV myndugleikunum frá, at neyðugt var at kanna eina kaðalloysn sum alternativ til at gera pumpuskipan í Suðuroynni. Og tað fekk avgerandi týdning fyri útbjóðingina av vindmyllulundini í Porkerishaganum Tí er lógaruppskotið um Barnaheim, sum er í Fíggjarnevndini, ikki búgvið, sigur formaðurin í Fíggjarnevndini, Bárður á Steig Nielsen. Og einki skipanarauppskot var við lógaruppskotinum. Tað verður ikki liðugt fyrr enn í summar, hevur Figgjarnevndin nú fingið at vita. Landsgrannskoðanin og fíggjarnevndin eru samd um, at skipanaruppskot skal verða gjørt, áðrenn lógaruppskot verða latin løgtinginum. Annars mælir nevndin til at velja Stine Bosse, Barbaru P. Vang, Kim Jacobsen, Jógvan Jespersen og John Henrik Holm aftur í nevndina. Á fundi í Skiftirættinum 5.oktober í fjør varð upplýst, at Realurin er fyrsti og størsti veðrættarhavi í Anitu. Kravið hjá Realinum er okkurt um 13 milliónir krónur. Skipið hevur ikki verið til fiskiskap síðani á vári 2014, tá tað fyrst misti ein mann og síðani varð tikið fyri at hava ov nógv gørn. Kortini heldur Hákun Djurhuus fast í, at SEV kundi ikki handfarið støðuna øðrvísi, nú felagsskapurin í tólvta tíma steðgaði á við ætlanini um pumpuskipan í Suðri, júst tí at loysnin við einum kaðali skuldi kannast nærri. Tá SEV herfyri valdi at steðga á við ætlaðu pumpuskipanini, var orsøkin sambært stjóranum tann, at nú eru trý alternativ at meta um ein kaðalloysn, ein pumpuskipan ella bæði . Í innanhýsis skjølunum hjá SEV liggur ein liðug ætlan um 60 kilovolt netið í framtíðini ein ætlan, sum fevnir um kaðal gjøgnum Sandoyartunnilin, eina 60 kilovolt støð á Sandi og eina kaðal víðari til Suðuroynni. Ætlanin bleiv gjørd í 2016 Árið eftir, í mars 2017, søkir SEV um loyvi at gera eina pumpuskipan í Suðuroynni. Tað er henda skipanin, sum seinni gerst grundarlagið undir stóru vindmyllulundini í Porkerishaganum. Í 2018 hevði norska kongafamiljan úr at gera, NRK og Atle Bjurstrøm hava fylgt konga og krúnprinsahjúnunum bæði innan og uttanlands. Haraldur kongur er til VM sigling í Týsklandi. Vit síggja eisini, hvussu tey fyrireika seg til ársins stórtingsdøgurða. Fimmti ár eftir at fólkini eru flutt úr Bjørnsund, seta skúlanæmingar lív aftur í bygdina. Tey uppliva, hvussu tað kundi vera at búgva so nær við sjógvin. 1.februar í ár valdi SEV at steðga á við ætlaðu pumpuskipanini í Suðri. Sambært stjóranum eru nú trý alternativ at meta um ein kaðalloysn, ein pumpuskipan ella bæði. Avgerðin fær stóra ávirkan á útboðið av stóru vindmyllulundini í Porkerishaganum, sum tódnar niður í helvt. Málið vekir eisini undran, tí SEV hevur í eftirhondini nógv ár umrøtt at leggja ein háspenningskaðal til Sandoynna og Suðuroynna. Longu í 2016 hevur SEV eina lidna ætlan um 60 kilovolt netið í framtíðini. Í hesi ætlan liggur ein kaðal gjøgnum Sandoyartunnilin, ein 60 kilovolt støð á Sandi og ein kaðal til Suðuroynna. 22. mars í 2017 søkir SEV um loyvi at gera eina pumpuskipan í Suðri. Henda pumpuskipan er síðani grundarlagið undir at Orkudeildin kann bjóða út eina 12 megawatt vindmyllulund í Porkerishaganum Í hesi longri samrøðuni spyrja vit Hákun Djurhuus um kaðal til Suðuroyar, pumpuskipan, umraðfestingar og kunning til orkumyndugleikarnar. 2016 SEV hevur eina lidna ætlan um 60 kilovolt netið í framtíðini. Í hesi ætlan er millum annað ein kaðal gjøgnum sandoyartunnilin, ein 60 kilovolt støð á Sandi og ein kaðal til Suðuroynna Ein annar møguleiki, ið hevur verið umrøddur áður, er ein kaðal til Suðuroyar. Mett hevur verið um kostnaðin av hesum, og við tí fyritreyt, at hann verður lagdur frá eini 60kV koplingarstøð á Sandi og suður, siga metingarnar, at ein tílíkur kaðal kostar umleið 130 milliónir krónur, tá kostnaðurin fyri kompenseringar í báðum endum er við, umframt háspenningsanlegg í Suðuroy. Arbeitt verður við, at 60 kV kaðal í Sandoynna er í rakstri í 2024, tá ið undirsjóvartunnilin í oynna er liðugur. Verður ein 60 kV sjókaðal lagdur av Sandi og suður á Hvalba í góðari tíð um hetta sama mundi, fer 60 kV skipanin eisini fevna um Suðuroynna, ta løtuna undirsjóvartunnilin í Sandoynna er liðugur. Fleiri fyrimunir eru við einum føstum kaðalsambandi til Suðuroyar. Samlaða elskipanin gerst størri og tað er gjørligt at gagnnýta trygga máttin, sum er tøkur bæði á Sundi og á Vágsverkinum. Her skal tó viðmerkjast, at í løtuni er nøktanin av tryggum mátti í Suðri so knøpp, at okkurt má gerast innan stutta tíð. Tí verður umhugsað at gera mobilt tiltøkuverk í Vági. Ein annar eyðsýndur fyrimunur er, at kjarnuveitingar, eitt nú inerti, kortslutningseffekt vm. kunnu flytast í millum meginøkið og Suðuroynna gjøgnum ein kaðal, og tá eitt komandi pumpu og vatnorkuverk ætlandi verður tøkt í Vestmanna á sumri í 2024, fer hetta at virka sum felags goymsla fyri samlaðu skipanina við teimum rakstarfyrimunum, ið hartil hoyra. SEV heldur tað vera skilabest at avmarka verandi útboð til áður nevndu 7 vindmyllur. Tá endalig støða er tikin til, um talan verður um at byggja pumpuskipan ella leggja sjókaðal, eigur eitt nýtt vindorkuútboð at verða gjørt. Um kaðal verður lagdur, verður tað møguligt at gera útboð við størri vindmyllum, og fer hetta at økja um kappingina, tá fleiri veitarar kunnu vera við. SEV hevur ikki slept ætlanini um eina pumpuskipan í Suðuroy, men broyttar fortreytir gera tað neyðugt at kanna nærri, hvørt Suðuroyggin skal gerast ein samrunnin partur av elnetinum í meginøkinum innan fá ár. Sandoyartunnilin letur møguleikan upp at knýta Suðuroynna í meginøkið við kaðli umvegis Sandoynna. Tí er tað ein spurningur, um ein kaðal til Suðuroyar, ein pumpuskipan í Suðuroy ella bæði kaðal og pumpuskipan verða loysnir, sum skulu takast í brúk fyri at gagna samlaðu elskipanini best. Hesi viðurskifti verða kannað í løtuni, og ætlandi fæst ein heildarmynd av støðuni um tveir mánaðir. Tey trý halda, at vit eiga at gera meira við kvæði, dans og søguna í kvæðunum í skúlunum á øllum stigum. Talan kann jú vera bæði um rørslu, myndagerð, søgu, leik, elektroniskar miðlar, landalæru og so framvegis. Eitt nú í evnisvikum. Tey halda, at skúlar skulu ikki aftra seg við at taka fólk í dansiumhvørvi at hjálpa til. Eisini verður nevnt, at evnið eigur at vera í læraraútbúgvingini, eins og frálærutilfar má útvegast. Eisini verður nevnt, at kanska kundi eitt starv verið skipað í undirvísingarverkinum, sum tók sær av mentanararvinum í skúla og frálæruhøpi. Á Grækarsimessu eru 75 ár liðin, síðani Skótalið Nólsoyarpáls varð sett á stovn. Vit fregnast um søgu, skótalív og hvat verður gjørt burturúr runda degnum. Tú kanst hoyra samrøðuna við Árna Skaale, fylkisleiðara, her. Eisini fáa vit orðið á Símun Michael Sørensen. Á Grækarsimessu eru 75 ár liðin, síðani Skótalið Nólsoyarpáls varð sett á stovn. Vit fregnast um søgu, skótalív og hvat verður gjørt burturúr runda degnum. Í fjør summar tók Gunn Hernes við sum nýggjur stjóri í Norðurlandahúsinum í Føroyum. Hvørjir visiónir hevur hon við Føroya heitasta húsið er ein av spurningunum, vit seta henni, tá hon vitjar sum Hósdagsgestur. TB skrivar á heimasíðu síni, at hópurin er styrktur við nøkrum spælarum afturat. Tórmoður Djurhuus er leigaður úr HB. Ndende er komin úr 07 Vestur, og so eru lokalu spælararnir Aron Sørensen og Carl Bech eisini byrjaðir at venja aftur. TB spælir í fyrsta umfari á heimavølli ímóti AB. Tá tú veitst, hvør mótstøðumaðurin, ella kvinnan, er, ræður um at finna veikleikar hjá viðkomandi, sum kunnu brúkast í munnhøgginum. Munnhøgg kann lýsast sum eitt slag av skipaðari happing, sigur Ragnar Davidsen, ið eisini ásannar, at hetta er rættiliga góð venjing hjá teimum, sum hava hug at gera meira við rapp og hipp hopp. Í kvøld, fríggjakvøldið, klokkan 20, fara ALLAHN og Silvurdrongur á pallin. Teirra munnhøgg verður stroymt beinleiðis á Youtube síðuni hjá Swangah, ið kann síggjast her . Aðalmálið hevur verið, at MF skuldi vera eitt supplement til útbúgvingina í guðfrøði á Universitetinum í rhus og Keypmannahavn. Tey hava nú byrjað nýtt samarbeiði við Fjelhaug International College í Oslo, so til ber at taka eina BA í guðfrøði eftir trimum árum. Marjun Dalsgaard, redaktørur og journalistur KvF, Barbara Holm, fyrrverandi blaðstjóri á Sosialinum, Tóra Effersøe Mortensen, blaðstjóri á Kvinnu, og Elin Mirjamsdóttir, journalistur í KvF. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, svaraði í gjár einum skrivligum fyrispurningi, sum Kaj Leo Holm Johannesen, tingmaður, setti beint fyri jól í fjør. Málið hevur verið á landsstýrisfundi. Nú verður tað viðgjørt saman við heilsupolitiska fylgibólkinum. Í honum eru fólk úr øllum flokkum í løgtinginum. Sirið Stenberg sigur eisini, at ein almennur stovnur kann ikki átaka sær uppgávur ella skyldur, sum verða fíggjaðar uttanífrá, uttan, at játtandi myndugleikin, og hann er løgtingið, veit hetta. Eitt uppskot um eykajáttan til arbeiði, sum eftir røttum áttu at verið við í upprunaligu verkætlanini, kemur seinni, sigur Mentamálaráðið eisini. Annað uppskotið er um innkomuvegin í Havn. Hann má ikki kosta landinum meira enn 114 milliónir krónur. Verklagslógin fer úr gildi 31. desember í 2025. Sambært lógaruppskotinum skal innkomuvegurin gerast frá Kaldbaksvegnum, umvegis Skarðshjalla móti rundkoyringini við Hvítanesvegin oman fyri munnan til Eysturoyartunnilin, og síðani norður um Havnina til Villingardalsvegin. Í ár er bara játtað ein millión krónur til vegin. Men sambært íløguætlan landsstýrisins verða 114 milliónir krónur játtaðar frá 2018 til 2023. Heðin Mortensen hevur eisini eitt uppskot um Fjøruvegin í Runavík. Hann kann ikki kosta landinum meira enn 35 milliónir krónur. Verklagslógin er galdandi til 31. desember 2028. Sambært uppskotinum skal nýggjur landsvegur gerast av Glyvravegi gjøgnum fjøruna eftir havnarlagnum í Saltangará og Runavík til nýggja tunnilsvegin í Rókini. Í ár eru játtaðar fýra milliónir krónur. Men sambært íløguætlan landsstýrisins verður eingin peningur játtaður til Fjøruvegin næstu árini. Kommunur kunnu verða avmarkaðar ov nógv í ringum tíðum, tá inntøkurnar hjá teimum eru lítlar, og tær brúka ov nógvar pengar, tá inntøkurnar eru stórar. Og tey megna ikki haldførisavbjóðingarnar, tí fólkasamansetingin broytist. Fólk liva longur nú, so støðugt fleiri fólkapensjónistar eru í Føroyum. Búskaparráðið mælir til, at búskaparpolitikkurin verður lagdur soleiðis til rættis, at til ber at hava eina javna íløgugongd í bæði ringum og góðum tíðum. Hetta ger, at trýstið á politisku skipanina um at seta eitt ov stórt veiðitrýst minkar. Og vinnan verður við einum veiðigjaldi eggjað til at gera íløgur í effektivari fiskiskip, sigur Búskaparráðið. Landskassin fer ikki at krevja fleiri gjøld ella tálma útreiðslunum, hóast yvirskotið hjá landskassanum er ov lítið, sambært Búskaparráðnum. Ein norðurlendskur sjónleikabólkur stendur fyri leikinum, sum hevur verið settur upp í bygdarhúsum og øðrum samkomuhúsum kring landið. Limirnir hava funnið fram ljóðførini og hava spælt inn nýggj løg, sum verða framførd á konsert í Ítróttarhøllini á Hálsi í næsta mánað. Vit hava tikið eitt kaffiprát við gittarleikaran í bólkinum, Arna Zachariassen, um bólkin og um standin við andaligum tónleiki í dagsins samfelagi. Tað hevur stóran týdning, at listin hevur eina meining um tað samfelagið, sum hon er ein partur av. Tað er millum sjónarmiðini, sum stjórin í Norðurlandahúsinum førir fram í hesi samrøðuni, har hon ger greitt, at Norðurlandahúsið í størri mun skal vera ein stovnur í føroyska samfelagnum, sum torir at seta mál á dagsskránna. Millum málini Gunn Hernes hevur sett sær, er at Norðurlandahúsið skal vera ein pallur til samfelagskjak, og at Norðurlandahúsið bæði skal røkka um alt landið og út um landoddarnar. Hesa vikuna er spæl føroyskt vika í Kringvarpinum. Tað er ein heil vika, har føroyskur tónleikur burturav er at hoyra í KVF. Men hvussu verður føroyskur tónleikur valdur í umferð í Kringvarpinum Hetta spyrja vit millum annað tónleikasamskiparan Eyðfinn Jensen um. Eisini greiðir hann frá um atkvøðugreiðsluna á heimasíðuni hjá KVF, sum snýr seg um at finna ársins hitt 2018 . Hoyr beinleiðis innslagið í vikuskiftissendingini her At fermentera kál og annað grønmeti verður gjørt í flestøllum mentanum. Ítøkiliga snýr tað seg um, at man aktiverar sonevndar laktobakteriur í grønmetinum. Framferðarhátturin er, at man sker til dømis kál niður og letur salt útí. Mongdin av salti skal vera 2 2,5 av samlaðu vektini av kálinum. Siðani knoðar man blandingina, til kálið verður vátt av egnari vætu. Koyr so blandingina í eitt patentglas og lat standa í stovuhita í í minsta lagi 3 samdøgur. So hevur tú súrkál. Tað verður enn betri, um tað stendur longri, í mesta lagi tríggjar vikur. Hoyr Teit Christensen, høvuðskokk í Fútastovu greiða frá, hvussu neyva mannagongdin er. Hjalmar Hvítklett er partur av tekniska toyminum, sum skipar fyri FMA í annaðkvøld. Nógvir bólkar skulu á pall, og skiftini skulu ganga skjótt fyri seg, sigur Hjalmar. Av tí sama hava fyriskipararnir lagt upp fyri, at útgerðin skjótt kann takast av pallinum og onnur setast á eitt nú er tað mesta á hjólum og kann rullast av og á. Hjalmar sigur, at hesuferð er nógv tráðleyst fyri at lætta um, eitt nú monitorarnir. Vanliga plaga hesir at vera stórir kassar á gólvinum. Teir eru ikki í ár. Ístaðin fáa tónleikararnir eitt lurt í oyrað, sum er knýtt tráðleyst í ljóðskipanina. Hoyr Prát við Hjalmar beint eftir, at framleiðslufundur var í Norðurlandahúsinum Tað kostar Klaksvíkar kommunu 25 milliónir, nú kommunan hevur keypt veghæddina í Biskupstorgi frá sjálvognarstovninum undir Kráarbrekku. Andras Róin, stjóri á Bústøðum, vil ikki gera samrøðu í dag. Men hann sigur, at enn er ikki heilt greitt, hvat leigukostnaðurin verður. Hvussu skulu vit fyrihalda okkum, tá vit søkja starv. Tann spurningurin var á lofti í morgun, tá Malan Eyðunsdóttir, Rigmor Rasmussen og Rudolf Joensen mannaðu Also panelið. Og svarið, sum tey høvdu at geva umsøkjaranum, sum ikki fekk starvið, tí hann ikki hevði alt tað, sum arbeiðsgevarin sóknaðist eftir, var, at viðkomandi skuldi gloyma hatta starvið og royna okkurt annað. Í dag skuldi Also panelið eisini fyrihalda seg til spurningin um, hví kvinnur brúka so langa tíð á vesinum um morgunin, um roykjarar, sum tveita sigarettstubbar út á vegin, og til seinast skuldu tey taka støðu til, um KvF framhaldandi skal spæla tónleik hjá Michael Jackson eftir ákærurnar, sum eru koma fram í nýggju dokumentarsendingini um hann. Hoyri alla sendingina her. Landsfundur er í Sambandsflokkinum í dag, og Kára Bjarnadóttir Jacobsen gjørdi samrøðu við Bárð á Steig Nielsen, formann, tá hann hevði hildið sína formansrøðu, og fundarfólkið hevði havt høvi at siga sína hugsan. Gjógvin, sum er uppbygd millum útjaðarin og miðstaðarøkið, er so stór nú. Tað er kanska ljótt at siga tað, men onkusvegna er tað soleiðis, at tey, sum liva her í miðstaðarøkinum, ikki liva so tætt at tí primeru vinnuni, at tey ikki hava somu følingina við tí vinnuni, sum skapar inntøkugrundarlagið hjá samfelagnum, og tí hava eina fatan av, at vit bara kunnu taka nokk av pengum frá vinnuni. Og helst skulu øll hvør einstakur føroyingur kunna fáa ein part av tilfeinginum og fara út at fiska. Men vit sum politisk skipan hava ábyrgdina av at skipa okkara fiskiskap so rationelt og burðardygt sum gjørligt við minst møguligari umhvørvisdálkan og orku, og ikki fylla inn aftur við gomlum stáli, sum tað var í 80 unum og 90 unum. Okkara uppskot er, at tá fiskurin er fiskaður, so skal atgongdin verða so stór sum gjørligt, og har hava tey so møguleika at framleiða fiskin og virðisøkja hann og fáa sum mest av arbeiði kring landið, føroyska samfelagnum til frama, tí um man vil tað ella ikki, tað er okkara útflutningur, sum í síðsta enda fíggjar okkara vælferð í Føroyum, sigur Bárður á Steig Nielsen millum annað. Starvsmannafelagið hevur aðalfund í dag, og klokkan 17 verður almennur pallborðsfundur, har umboð fyri politisku flokkarnar skulu taka støðu til at stytta arbeiðsvikuna í Føroyum niður í 37 tímar. Tað er væl hugsandi, at vit fara at krevja styttri arbeiðstíð til komandi sáttmálasamráðingar, sigur Súni Selfoss, formaður, sum nevnir, at strongd næstan er vorðin ein fólkasjúka. Hægstirættur í USA vrakaði í vikuni kravið frá Heimsbankanum um fullkomið órin ella immunitet og hevur gjørt úrskurð um, at deildin hjá Heimsbankanum, sum lænir pening út, kann dragast fyri rættin. Níggju dómarar sita í amerikanska Hægstarætti, og úrskurðurin ímóti Heimsbankanum varð gjørdur við sjey atkvøðum fyri og einari ímóti. Altjóða samstarvið millum journalistar, ICIJ, sum hevur fylgt málinum tætt, skrivar, at úrskurðurin merkir, at aðrir altjóða stovnar við sæti í USA nú kunnu rættarsøkjast fyri menningarverkætlanir aðrastaðni í heiminum. Grundin til, at Hægstirættur skuldi taka støðu til hendan spurningin, er ein søga um borgarar í fiskivinnusamfelagnum í Mundra í India. Tey siga, at teirra heimstaður og teirra livibreyð er skatt av dálking frá einum kol orkuverkið, sum Heimsbankin gjøgnum sína lánideild til privat, hevur fíggjað. Hendan heimsbankadeildin kallast International Finance Corporation og hevur heimstað í Washington. Bharat Patel, sum er aðalskrivari í einum felagsskapi, sum stríðist fyri rættindunum hjá fiskimonnum og kvinnum í India, er ein av saksøkjarunum. Hetta er ein risastorur sigur fyri fólkið í Mundra og eitt stórt stig fram móti at fáa Heimsbankan at taka ábyrgd fyri tey skaðiligu árinini, sum teirra íløgur hava við sær, sigur hann við ICIJ. Talan er um eitt mál, sum hevur mong ár á baki, og ICIJ hevur fylgt tí, síðani journalistasamstarvið fór undir sína stóru kanning, sum varð liðug í 2015 og kallast Evicted and Abandoned , sum kanska kann umsetast til okkurt sum Rikin út og svikin . Kanningarnar vístu, at umleið 3,4 milliónir fólk vórðu ítøkiliga ella fíggjarliga tvingsilsflutt av heimsbankafíggjaðu menningarætlanunum millum 2004 og 2013, og at Heimsbankin mangan breyt sínar egnu reglur um á sømiligan hátt at tryggja fólki nýggjan heimstað. Hægstirættur skuldi gera av, hvussu tann lógin verður ávirkað av eini aðrari frá 1976, sum tók burtur løgfrøðiligan immunitet fyri handilsligt virksemi hjá fremmandum stjórnum. Úrskurðurin frá 27. februar tykist, sambært ICIJ, ikki at ávirka hvørki Sameindu Tjóðir ella Altjóða Gjaldoyragrunnin, tí hesi hava fullkomnan immunitet í sínum egnum stovningarsáttmálum. Tað er felagsskapurin EarthRights International, sum umboðar tey, sum vilja stevna Heimsbankan. Sakførarar har siga, at Heimsbankin má ábyrgdast, um teirra gerðir ella vansketni skaðar lokalfólk. Sakarmálið hjá indiska fiskivinnusamfelagnum fær eftir úrskurðin í Hægstarætti loyvi at halda fram við lægri rætt í USA, skrivar ICIJ. Landsstýrið fílist á, at lógir, sum viðkoma Føroyum, eru samtyktar á Fólkatingi, uttan at føroyskir myndugleikar hava verið eftirspurdir. Danski forsætisráðharrin vendir kanónini við og sigur, at løgtingið eisini hevur samtykt lógir, sum fyrst áttu at havt verið viðgjørdar í Danmark. Um vit leita eftir hári í suppuni, so eru eisini dømir um, at Løgtingið samtykkir lógaruppskot, sum áttu at verið viðgjørd í Danmark. Í sambandi við tiltakið fara eitt nú Barnabati, Sinnisbati og Blái Krossur at hava framløgur. Harafturat er eisini tónleikur og annað undirhald á skránni. Í fleiri ár hevur verið granskað, hvussu ketamin riggar í sambandi viðgerð fyri tunglyndi, og nú er greitt, at ketamin í fleiri førum kann hjálpa fólki at sleppa av við tunglyndi skjótari og meira effektivt, enn við vanligum antidepressivum heilivági. Ketamin er annars kent sum doyvingarevni til hestar, og eisini verður tað brúkt sum rúsevni, av tí at evnið kann fáa brúkaran at síggja og hoyra eitthvørt fyri sær. Men sambært John Mann, sum er professari á psykiatrideildini á Columbia University, kann ketamin veruliga blíva til eitt gjøgnumbrot í royndini at koma tunglyndi til lívs. Í morgin fer Lars Olsen, A landsliðsvenjari hjá monnum, at boða frá, hvørjir teir 20 menninir eru, sum skulu vera partur av hópinum til EM undankappingina móti Malta og Rumenia. Dystirnir eru leygardagin 23. mars, tá Malta og Føroya møtast á Ta Quali Stadion á Malta, og týsdagin 26. mars, tá Rumenia og Føroyar spæla á Dr. Constantin Radulescu í Cluj. Á fundinum fer Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, at bjóða vælkomin, Landsverk fer at kunna um verkætlanina, og síðani fer stjórin á Articon at greiða frá, hvussu arbeiðið verður lagt til rættis. Fólkaatkvøðan fer fram í skúlanum í Skálabotni týsdagin 12. mars, og valhølið er opið frá klokkan 10 til klokkan 20, ella so leingi veljarar eru í valhølunum eftir hetta. Føroysku tónlistavirðislønirnar vórðu latnar í gjárkvøldið. Tiltakið varð hildið í Norðurlandahúsinum, har tey flestu av teimum bestu í føroyska tónleikaheiminum vóru savnað. Umframt at tónleikarar fingu handa virðislønir, vóru eisini fleiri framførslur á pallinum. Hetta er sætta árið á rað, at millum annað Kringvarpið, Miðlahúsið og Norðurlandahúsið skipa fyri FMA. Niðanfyri sæst, hvørji fólk og bólkar fingu handað eina FMA virðisløn POPP ROKK FLOKKUR Ársins kvinnuligi sangari Jasmin Mote POPP ROKK FLOKKUR Ársins mannligi sangari Jón Aldará POPP ROKK FLOKKUR Ársins útgáva Portur Marius POPP ROKK FLOKKUR Ársins sangur Sara Teitur POPP ROKK FLOKKUR Ársins bólkur einstaklingur Teitur OPIN FLOKKUR Ársins sangari einleikari Eivør Pálsdóttir OPIN FLOKKUR Ársins bólkur kór Føroya Symfoniorkestur OPIN FLOKKUR Ársins útgáva konsert The Last Kingdom Eivør og John Lunn OPIN FLOKKUR Ársins kompositión The Last Kingdom Eivør og John Lunn Ársins videolag God s Work VSJ leikstjóri Pætur Høj Ársins húsi Svartmálm Uni Árting Ársins tekstur Támsins likam Hamferð Ársins nýggja navn Eli Tausen á Lava Ársins framleiðari Theodor Kapnas fyri Támsins likam Áhoyraravirðislønin VSJ Ársins átak Videoupptøkur á Maggies Terji Rasmussen Ársins tónleikaheiður Tey av Kamarinum Ársins álitisfólk eru Katarina Petersen, álitisfólk í Sosialu Deild í Tórshavnar kommunu, og Jónhild Jørgensen, álitisfólk í Vága kommunu, sum fær heiðurin fyri arbeiðið sum álitisfólk í Barnaverdartænastuni í Vágum. Felags fyri tær báðar er, at tær hava verið í truplum starvsfólkamálum, har tær hava verið sakligar, avgjørdar, róligar og stinnar, og hava verið við til at tryggja rættindi hjá starvsfólkunum. Tær hava samvitskuful og ábyrgarfult røkt starvið sum álitisfólk, stendur millum annað í grundgevingunum. Fýra mans vórðu skrivaðir upp fyri koyra ov skjótt í bygdum øki við Gøtugjógv. Bilarnir koyrdu ímillum 71 og 76 kilometrar um tíman, har hámarksferðin er 50 kilometrar um tíman. Teir fáa allir bót fyri tað, og bótin er 2.500 krónur. Millum klokkan fýra og fimm í morgun varð ein maður handtikin fyri brot á politiviðtøkurnar, tí hann vildi berjast við duravørar á skeinkistøðum. Hann vildi ikki sissa seg, so hann varð tikin við á politistøðina. Løgreglan arbeiðir eisini við einum harðskapsmáli, eftir at ein maður fekk snuddir í høvdið og varð fluttur á Landssjúkrahúsið. Løgreglan er ikki komin á mál við tí málinum, tí hon skal bæði tosa við mannin, sum fekk snuddir, og tann, sum er undir illgruna fyri at hava verið orsøkin til snuddirnar. Annars verður sagt av løgreglustøðini í morgun, at løgreglan hjálpti fleiri fólkum til hús í nátt, tí tey høvdu fingið í meira lagi at drekka. Annað dømi er ætlanin hjá Fiskimálaráðnum at skerja lógina um alment innlit, tá talan er um lógina um sjófeingi, ítøkiliga í sambandi við menningarkvoturnar. Tað má vera ein sjálvfylgja, at borgarar og miðlar fáa fult innlit í, hvussu ogn Føroya fólks verður umsitin og útlutað, skrivar felagið. Hitt aktuella dømi, sum felagið nevnir, er, hvussu formansskapurin í løgtinginum hevur tikið aftur møguleikan at fáa innlit í, hvussu løgtingslimir brúka tær 30.000 krónurnar, sum tey á hvørjum ári fáa til førleikamenning. Føroysk Miðlafólk heita í hesum sambandi á Føroya Løgting um at virða opinleikan og verja fólkaræðið, so borgarar hava fullgóðan møguleika at hava eftirlit við, hvussu skattaborgarans peningur verður brúktur og landsins virði umsitin, skrivar felagið í fráboðan. Samstundis gerast mammurnar eldir tá tær eiga fyrsta barnið aldurin í fjør var næstan 30 ár. Fyri páparnar var aldurin næstan 32 ár, tá teir fingu fyrsta barnið. Í desember í fjør varð ein nevnd sett, sum skal fáa greiðu á, hvat kann gerast, fyri at pør kunnu fáa fleiri børn. Tá segði barna og javnstøðuráðharrin, Linda Hofstad Helleland, at tað óhepna er, at kvinnur gerast eldri, áðrenn tær fáa børn, og eldri tær eru, tess torførari kann tað vera at gerast við barn. Seinasta árið er talið av lesandi úr Kina vaksið við einum fimtingi, og einki annað land sendir so nógv fólk at lesa í Svøríki, sum Kina ger. Fleiri kanningar eru gjørdar í Svøríki av gongdini, og tær vísa, at tað er kinesiski herurin sum sneir fólk til onnur lond at lesa. Talan er bæði um universitet og um tekniskar skúlar. Stovnurin, Australian Strategic Policy Institute, almannakunngjørdi herfyri eina frágreiðing, sum vísti, at kinesiski herurin ger nógv fyri at senda lesandi til Svøríki, og hóast tey lesandi hava tilknýti til herin, so dylja tey tað fyri bæði stovnum og fólkinum, stendur í frágreiðingini. Rektarin á skúlanum, Sigbritt Karlsson, sigur við svenska kringvarpið, SVT, at tey kenna til frágreiðingarnar og tosa regluliga við svensku fregnartænastuna, Sepo, um viðurskiftini. Vit vita hvat hendir í heiminum, men vit vita eisini, at kinesisk lesandi hava rættindi, og tí ynskir skúlin ikki at órógva tey lesandi í løtuni, sigur hon. Í heyst mælti ES nevndin til at sleppa skipanini við vetrartíð og summartíð, og nú hevur ein nevnd hjá ES mælt til tað sama. Og tað skal gerast um tvey ár, frá 2021. Tað vóru Eysturríki og Týskland, sum fyrst lýstu summartíð í 1916. Tað var fyri at spara orku, tí fyrri heimsbardagi leikaði sum harðast, og tí var lítið av olju at fáa. Seinni tóku fleiri onnur lond í Europa undir við summartíð, men ikki fyrr enn í 1980 kom skipanin í eina fasta legu í Danmark. Í 1996 samtykti ES at summartíð skuldi galda frá seinasta sunnudegi í mars, til seinasta sunnudag í oktober. Restina av árinum er tíðin, sum hon eigur at vera, skrivar Ritzau. Fimmta hvørt ár er val til parlamentið í Norðurkorea, sum telur 687 limir. Hetta valið kemur stutt eftir, at norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong Un og amerikanski forsetin, Donald Trump, hittust á fundi fyri aðru ferð. Í Norðurkorea verður tað sæð sum ein borgaraskylda at fara á val, og tí plagar valluttøkan at liggja um 99 prosent ella har á leið. Hetta er tó eitt val, sum í realitetinum hevur lítla ávirkan. Valið gongur ikki fyri seg á sama hátt, sum vit kenna frá flest øðrum londum, har til ber at seta kross við eitt valevnið á listanum. Í Norðurkorea eru valevnini frammanundan vald av Arbeiðaraflokkinum í Korea og øðrum smærri samstarvsflokkum. Ein mynd og stutt kunning um valevnini verða kunngjørd áðrenn sjálvan valdagin, og á valstaðnum fáa veljarar atkvøðuseðil við navninum hjá tí lokala valevninum. Góðtekur veljarin valevni, skal seðilin latast innaftur. Um veljarin ikki góðtekur valevnið, verður navnið strikað, áðrenn atkvøðuseðilin verður latin inn. Ein strikaður atkvøðuseðil vil næstan vil vissu merkja, at loyniliga politiið kemur eftir tær, og síðani verður tú lýstur at vera sálarsjúkur, sigur ein serfrøðingur í Norðurkorea við bretska BBC. Sambært tíðindastovuni AP plaga orkestur at spæla tónleik, meðan veljararnir standa í røð fyri at sleppa inn at atkvøða. Síðani plagar ein bólkur at dansa fyri teimum, sum longu hava atkvøtt. Í sambandi við Spæl Føroyskt vikuna í Kringvarpinum varð skipað fyri kapping, um hvør føroyskur bólkur ella einstaklingur hevur gjørt Ársins Útvarpshitt í 2018. Vit spæla føroyskt og lurta eftir nýskrivaðum føroyskum tónleiki eftir Unn Paturson, Jósef Zachariassen, Sunleif Rasmussen, Eli Tausen á Lava, Sámal Jákup Jakobsen, Atla K. Petersen, og Paula í Sandagerði. Sum flestum kunnugt er tað Spel føroysk vika í útvarpinum, og her er onki undantak. Nógvir góðir føroyskir klassikarir hoyra vit í hesu sending. Tað fer at taka eina tíð at gera allar útbyggingarnar, men longu um hálvtannað ár, verður arbeiði á kryvjivirkinum í Vági alt árið, sigur stjórin í Bakkafrosti, Regin Jakobsen. Ein broyting er hend í Norðsjónum síðani 90ini, og seinastu tvey árini, er kvotan av nebbasild lækkað við eini helvt, upplýsir danska fiskivinnan fyri DR. Í fjør var kvotan 134.000 tons, og í 2016 var kvotan 225.000 tons, sigur formaðurin í Danska Fiskivinnufelagnum, Svend Erik Andersen. ES ásetur endaligu kvoturnar av nebbasild, áðrenn fiskiskapurin byrjar 1. apríl, men vanliga fylgir ES tilmælinum frá fiskifrøðingunum. Óstøðugu kvoturnar koma av, at Norðsjógvurin ikki er so støðugur, sum hann var í 1990unum, sigur granskarin hjá DTU, Mikael van Deurs. Samstundis sum kvoturnar av nebbasild minka, so er nebbasildin minni enn hon hevur verið, og tað minkar eisini um fiskiskapin, sigur formaðurin í fiskivinnufelagnum. Broytingin kann stava frá veðurlagsbroytingunum, tí veðurlagsbroytingarnar kunnu vera til ampa fyri føðina hjá nebbasildini, sigur hann. Virkir í Thyborøn, Hansholm og Skagen, taka ímóti nebbasildini, og okkurt ár hevur virðið av fiskiskapirnum eftir nebbasild verið upp ímóti einari milliard krónur. Tí bergholið verður tá 1,6 km. longri enn tað, sum nu er ætlanin at gera. Og bergholið verður 700.000 krónur dýrari um árið at reka og halda viðlíka. Tað kom millum annað annað fram á kunnandi fundinum hjá Landsverki, sum var í Salti á Drelnesi sunnudagin. Heðin Mortensen, landsstýrismaður, hevur tó lovað at kanna nýggja uppskotið um linjuføring. Sambært nýggja uppskotinum slepst betur undan vindi og kava, tí bergholið verður lægri í lendinum, og bergholið verður eisini betur framtíðatryggjað, siga tey, sum standa fyri uppskotinum. Kjak var eisini á fundinum um berghol og vetrarhald á vegunum. Upplýst varð, at Hovstunnilin brúkar 500.000 krónur um árið til streym. Tað er 200 krónur fyri meturin. Vetrarhaldið, so sum kavarudding, í Suðuroynni kostar okkurt um 800.000 krónur um árið, ella 10 krónur fyri meturin. Nýggja bergholið til Hvalba verður 2,5 kilometrar langt, 100 metrar longri enn Hovstunnilin. Vegurin í tí verður sjey metrar breiður. Harafturat skulu gerast vegir, 2,3 kilometrar í Hvalba og 900 metrar í Trongisvági. Játtanin til bergholið er 272 milliónir krónur. Skjølini, sum P f Beta savnaði frá 1977 til 2006, skulu brúkast til eina ph.d verkætlan um føroyska fiskivinnusøgu á Fróðskaparsetrinum. Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur svarað spurningum frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, um teldutøka fiskivinnusavnið hjá Beta files. Kári P. Højgaard sigur, at neyvan nakrantíð hevur slíkur granskingarmøguleiki staðið føroyingum í boði, har øll skjøl eru tøk viðvíkjandi rakstrinum hjá einum felag, sum hevði átta partrolarar í 30 ár. Something Macical við VSJ fekk 809 atkvøður, 21 , meðan Tá ið eg síggi teg við Inga Poulsen fekk 622 atkvøður 16 . 3848 atkvøður vóru í alt. Sangirnir á triðja og fjórða plássi vóru ógvuliga javnir. Gev mær eina løtu við Ólavi á Váli fekk 280 atkvøður 7 , og Silvurlín við Hans Marius fekk 279 atkvøður 7 . 10 teir best umtóktu sangirnir vórðu Something Magical VSJ Tá ið eg síggi teg Ingi Poulsen Gev mær eina løtu Ólavur á Váli Silvurlín Hans Marius Barbara Dánjal Gomez Evi Tausen og Stig Rossen Still Time Páll Finnur Páll Hyde Jasmin Baby Blue Petur Háberg Jacobsen Sig mær at eg droymi Danny og The Veetos og Ingi Poulsen Einsemi Eini sethús í Havn kosta nú eitt sindur minni enn tey gjørdu í 2017. Men uttan fyri Havnina eru sethúsini vorðin dýrari, serliga við Skálafjørðin. Tað sigur Búskaparráðið í sínari várfrágreiðing. Ráðið sigur, at fólk, sum vita um bústaðarmarknaðin í Føroyum, halda, at húsaprísirnir í Havn eru falnir eitt vet frá 2017 til triðja ársfjórðing í 2018, tí peningastovnarnir seta størri krøv til teirra, sum biðja um lán. Samstundis kosta húsini uttan fyri Havnina nú í miðal 230.000 krónur meira enn í 2017. Prísirnir fyri hús í Havn hava verið vaksandi síðan 2012. Og teir eru nú nógv hægri enn í 2007. Munurin millum húsaprísir í Havn og aðrastaðni í Føroyum vaks sera nógv í 2006. Ein prísmunur upp á eina góða millión krónur helt sær til 2016, tá prísmunurin fór upp á 1,5 milliónir krónur. Men munurin er síðani fallin eitt vet í triðja ársfjórðingi 2018, sigur Búskaparráðið. Íbúðir eru ikki við í hesum tølum. Bara hús við grundstykki millum 250 og 1.000 fermetrar eru við í tølunum. Hósdagin í síðstu viku boðaðu Samferðslumálaráðið og Strandfaraskip landsins frá, at Alpha Pilot varð keyptur at sigla millum Gomlurætt og Hest. Dagin eftir, fríggjadagin, boðaði skipakrásetingin frá, at smápartafelagið Faroe Maritime Management í Havn hevði keypt Alpha Pilot frá smápartafelagnum Búrhellu í Klaksvík. Alpha Pilot verður nú riggaður til at sigla fyri Strandfaraskip landsins. Hann skal millum annað málast bláur, so liturin verður tann sami sum onnur skip hjá stovninum hava. Jóan Símun Edmundsson var ikki tøkur til teir síðstu dystirnar í UEFA Nations League kappingini orsaka av skaða, men hann er við nú. Tað hevur millum annað við sær, at spælarar sum Gunnar Vatnhamar, Meinhard Olsen og Jógvan Rói Davidsen ikki eru úttiknir hesaferð. Atli Gregersen, Víkingur Odmar Færø, Ham Kam Viljormur Davidsen, Vejle Magnus Egilsson, HB Gilli Sørensen, Brann Sonni R. Nattestad, Fredericia Heini Vatnsdal, Fremad Amager Rene Shaki Joensen, Grindavík Hallur Hansson, AC Horsens Brandur H. Olsen, FH Rógvi Baldvinsson, Bryne Kaj Leo í Bartalsstovu, Válur Árni Frederiksberg, B36 Sølvi Vatnhamar, Víkingur Tað ber til at skemta við nógvum, men tað er eitt mark. Eitt nú rasismu havi eg ongan hug at brúka í mínum skemti, sigur Gundur Johansen. Í sambandi við Barnarættindadagar í Norðurlandahúsinum, har børn í 7. flokki verða kunnað um síni rættindi, er Gundur Johansen og hansara skemt eisini partur av skránni. Gundur hevur gjørt eitt stuttligt innslag burtur úr søguni um drongin, Jákup, sum kemur frá trongum korum, og hevur ymsar trupulleikar at dragast við. Onkuntíð haldi eg, at við at gera okkurt stuttligt burtur úr einum álvarsligum evni, so fært tú fólk í fyrstu syftu at flenna, sum jú er ein deilig kensla fyri tey, men seinni fara tey kanska at hugsa meir um álvaran, sum liggur aftanfyri. Tað vil siga, at tey fara at hugsa um eitt evnið, sum tey annars ikki høvdu givið sær far um, sigur Gundur Johansen. Nógv virksemi er á virkinum Care on Sea í Hvalvík, sum átekur sær viðlíkahald og umvælingar av bátum, samstundis sum bátaeigarar eisini sjálvur kunnu fáast við sínar bátar, tá teir eru á bátahotellinum í Hvalvík. Og fleiri eru tey, sum hava bátarnar standandi innandura í Hvalvík í vetrarhálvuni. Vit tosa við Søren Svenning Danielsen, sum rekur Care on Sea, og Búgva Johannesen, sum júst hevði fingið bátin hjá sær á land í Hvalvík, nú hann riggar til várróðurin. Tú kanst hoyra frásøgnina her Við í sendingini eru Daimi Kjærbo úr Hørg Marita Jacobsen Birgir Jacobsen Marita Vestergaard í Lágabø Gutti Guttesen Finnboði Lisberg Majbritt úr Hørg Trygvi Thomsen Rúna Nónfjall Gunnva Poulsen Amy Martinsdóttir Thomsen John Erik Arge Torkil Højsted Esther Jeanett Skyt Olaus Dam Jacobsen Eyðbjørn Thomsen Sonni Kjærbo Andre Kjærbo Tey mótmæla uppskotinum hjá russiska forsetanum, Vladimir Putin, sum tey halda fer at seta fleiri avmarkingar íverk fyri virksemið á internetinum í Russlandi gjøgnum útlendskar servarar. Sagt verður, at uppskotið hjá russisku stjórnini kann merkja fullkomnan sensur og at landið verður avbyrgt frá umheiminum. Fleiri av mótmælisfólkinum høvdu fingið fráboðan um mótmælisgonguna gjøgnum vælumtóktu appina, Telegram. Russisku myndugleikarnir hava áhaldandi, og enn uttan úrslit, roynt at steðga appini. Írski varaforsætisráðharrin, Simon Coveney, segði í dag, at bretski forsætisráðharrin, Theresa May, fer í kvøld til Strasbourg, har hon fyri seinastu ferð fer á fund við ES leiðarar um at bjarga Brexit avtaluni hjá henni. Men Downing Street nummmar 10 vil ikki vátta tíðindini. Skrivstovan hjá May sigur, at samtalurnar halda fram fyri at tryggja broytingar í avtaluni. Seinastu 24 tímarnar hevur Theresa May tosað tvær ferðir við formannin í Es nevndini, Jean Claude Juncker. Heldur enn at fáa enn eitt lemjandi niðurlag, mæla pro brexit lógarsmiðir á May um at útseta atkvøðugreiðsluna. Men talsmaðurin hjá May sigur, at atkvøðugreiðslan verður í morgin. Býráðið í Runavíkar kommunu samtykti 31.oktober í fjør at hava fólkaatkvøðu í bygdini um navnið. Áheitan kom frá fólki í bygdini um at broyta bygdarnavnið aftur frá Skálabotni til Skálafjørð. Í morgin sleppa fólk í bygdini at atkvøða um hetta. Tveir spurningar vera á fólkaatkvøðuni. Teir eru skal bygdin eita Skálafjørður , og skal bygdin eita Skálabotnur Bara annar møguleikin kann veljast. Endalig uppgerð av fólkaatkvøðuni verður gjørd av valstýrinum annaðhvørt sama dag, sum atkvøðuteljingin fer fram, ella í seinasta lagi dagin eftir. Valhølini eru opin frá klokkan 10 til 20. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur svarað Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, sum spurdi um nýggja bygningin á Landssjúkrahúsinum. Sirið Stenberg svarar, at fyri at fáa pláss fyri nýggja H bygninginum, varð neyðugt at taka reinsiverkið hjá Landssjúkrahúsinum niður. Enn er ikki greitt, um neyðugt verður at byggja eitt framkomið reinsiverk, sum reinsar spillvatnið fyri kemikalii, mótstøðuførar bakteriur og heilivágsleivdir. Tá vera 12 ferðsluljós í Føroyum, tey tíggju í Havn. Stórar broytingar verða gjørdar á Marknagilsvegnum og á Landavegnum, nú ferðslan er økt og økist enn meira har á leiðini. Skipanin er soleiðis, at fólk á súkklu skulu trýsta á ein knøtt, tá tey koma til ljósini, og løtu seinni verða ferðsluljósini hjá bilunum reyð, og súkkluljósini lýsa grønt. Í Snipp snapp eru teknifilmar, ið eru ætlaðir smáum børnum. Snipp snapp er hvørt mikukvøld og verður endursent hósdag og um vikuskiftið. Umframt tvífalt krimisendirøðir í Hyggjuráðnum hesuferð, so fara vit eisini at ummæla tey fimm tilnenvdu videoløgini til Faroes Music Awards, ið verður í Norðurlandahúsinum komandi leygarkvøld. Sunnukvøldið kemur 8. og síðsti partur av 3. sesong av donsku krimisendirøðini, Bedrag , sum Rógvi Rasmussen fer at ummæla. Somuleiðs fer Torfinnur Jákupsson at ummæla 3. sesong av nógv umrøddu amerikansku krimi sendirøðini, True Detective , ið er at finna á HBOnordic.com. Jóanis Erik Køtlum hevur valt at siga seg úr starvinum sum sjúkrahússtjóri á Landssjúkrahúsinum og forstjóri fyri Sjúkrahúsverk Føroya, skrivar Heilsu og Innlendismálaráðið á heimasíðuni. Jóanis Erik Køtlum ynskir at verða loystur úr starvinum sum skjótast. Heilsu og innlendismálaráðið hevur játtað at ganga umbønini á møti, og tí gevst hann longu í starvinum í dag. Landsstýriskvinnan í heilsu og innlendismálum, Sirið Stenberg, hevur heitt á Margit Stórá, varastjóra, um fyribils at taka við starvinum sum virkandi sjúkrahússtjóri á Landssjúkrahúsinum og forstjóri fyri Sjúkrahúsverk Føroya Sjúkrahússtjórarnir á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, Heri Ellingsgaard, og stjórin á Suðuroyar Sjúkrahúsi, Ronnie Midjord, hava eisini sagt upp, og teir gevast í summar. Tí verður í næstum farið undir at lýsa eftir nýggjum leiðslutoymi til ovastu leiðsluna í Sjúkrahúsverki Føroya, stendur í tíðindaskrivinum frá ráðnum í morgun. Dagført nú. Tað er ikki eydnast okkum enn at fáa viðmerkingar til málið um, hví Jóanis Erik Køtlum hevur sagt seg úr starvinum. Sjónvarpið tosaði í november 2017 við Jóanis Erik Køtlum, tá hann júst var settur í starv sum stjóri á Landssjúkrahúsinum og forstjóri fyri Sjúkrahúsverk Føroya. Sí samrøðuna omanfyri her. Hoyr sendingina her Luttakarar, Anders Lund Madsen, Jens Mortan Rasmussen, Sjúrður Hammer, Andras Joensen, Annika Patursson Nørspang og Silvia Dánjalsdóttir Meirnýtslan varð fráboðað Heilsu og Innlendismálaráðnum fyri stuttum, og eftir fund fríggjadagin segði Jóanes Erik Køtlum, sjúkrahússtjóri, seg úr starvi. Tað eru sambært Jóanis Erik Køtlum høvuðsorsøkirnar til, at hann hevur sagt seg úr starvi sum stjóri fyri Landssjúkrahúsið og forstjóri fyri Sjúkrahúsverk Føroya. Hópurin Niklas Simonsen TMT Tønder Málverji Nicholas Satchwell Neistin Málverji Rói Berg Hansen FIF Vinstri vongur Hans Eli Sigurbjørnsson KÍF Vinstri bakkur Peter Krogh H71 Vinstri bakkur Jónas G. Djurhuus Viking Stavanger Spælskipari Tróndur Kragesteen Neistin Spælskipari Rókur Akralíð HII Strikuspælari Helgi Hoydal Viking Stavanger Strikuspælari Rógvi Dal Christiansen Kyndil Strikuspælari Áki Egilsnes KA Akureyri Høgri bakkur Kjartan Johansen Viking Stavanger Høgri bakkur Allan Norðberg KA Akureyri Høgri vongur Nicklas Selvig Stavanger IF Høgri vongur Eirikur Simonsen FFI Verja Brandur Halgirsson H71 Verja Semjan er eisini gjørd fyri friðs skyld, sigur Rógvi Nolsøe Johansen, sum er umboð fyri arvingarnar hjá Ellen Dahl, fotografi í Vági. Stúranin hjá fólki um 5G tøknina kann ikki hava steðgandi virknað fyri tøkniligu menningina, tí einki talar fyri, at tøknin er heilsuskaðilig. Marin hevur ein fittan pápa og eina fitta mammu. Men tey arbeiða nógv, hava altíð skund og onga tíð. Marin hevur eisini eina góða vinkonu í barnagarðnum, eina kula daddu við lilla hári og eina langommu á bygd. Marin hevur ein fittan pápa og eina fitta mammu. Men tey arbeiða nógv, hava altíð skund og onga tíð. Marin hevur eisini eina góða vinkonu í barnagarðnum, eina kula daddu við lilla hári og eina langommu á bygd. Marin hevur ein fittan pápa og eina fitta mammu. Men tey arbeiða nógv, hava altíð skund og onga tíð. Marin hevur eisini eina góða vinkonu í barnagarðnum, eina kula daddu við lilla hári og eina langommu á bygd. Marin hevur ein fittan pápa og eina fitta mammu. Men tey arbeiða nógv, hava altíð skund og onga tíð. Marin hevur eisini eina góða vinkonu í barnagarðnum, eina kula daddu við lilla hári og eina langommu á bygd. Marin hevur ein fittan pápa og eina fitta mammu. Men tey arbeiða nógv, hava altíð skund og onga tíð. Marin hevur eisini eina góða vinkonu í barnagarðnum, eina kula daddu við lilla hári og eina langommu á bygd. Sunnudagin verður almennur útvarpsbiografur í høllini í Kringvarpinum. Teir sjey útvarpsdokumentararnir, sum komu inn til kappingina hjá Kringvarpi Føroya, verða at hoyra. Kringvarp Føroya skrivaði í fjør út kapping um at skriva ein útvarpsdokumentar. Endamálið var at eggja fleiri at skriva og gera nýggjar stuttdokumentarar til útvarp. Stutt dokumentararnir skuldu vera soleiðis, at sum lidnar útvarpssendingar skulu teir geva lurtarum góðar søgur og upplivingar, sum eisini lýsa umstøður og kenslur í okkara samtíð. Harafturat skuldi útvarpsdokumentarurin hugsast sum ljóðmynd, sum stuðlar upp undir huglagið í søguni. Dokumentararnir skuldu verða 8 10 minuttir til longdar. Dokumentararnir fortelja søgur um alt frá nýbroti innan KT heimin, tónleik og tað, ið eitt hitt kann hava við sær. Vit hoyra tvær ymiskar søgur um kroppin, um spurningin hvat vakurleiki er, um uppruna og familjuloyndir, og um avbjóðingar hjá gomlum siði móti nýggjum tíðum. Útvarpsdokumentararnir verða at hoyra sunnudagin klokkan 16. Teir sjey dokumentararnir eru umleið 10 minuttir til longdar og Kringvarpshøllin verður myrkaløgd. Eftir at Ivan Niclasen, stjóri í Kringvarpinum, hevur bjóðað vælkomin í forhøllini, sigur Linda Mortansdóttir, umboð fyri dómsnevndina, nøkur orð. Síðani verða fyrst fýra søgur at hoyra. Eftir eini kaffisteðg, verða hinir tríggir dokumentararnir at hoyra. Maria fær eini boð, hon ikki hevði væntað. Skrivstovan í rnsk ldsvik vil vera besta arbeiðsávísing í Svøríki. Stjórin bjóðar trimum serkønum inn at betra virksemið. Í dag er Grækarismessa, fyrsti várdagur hevur verið, og skjótt er várjavndøgur, tá ið vit eru mitt í millum stytsta og longsta dag. Og hendan Grækarismessu tematýsdagin fagna vit í Nón várinum. Hvussu halda vit Grækarismessu í Føroyum Vit vitjaðu í Klaksvík sunnudagin, tá Skótalið Nólsoyarpáls, við eitt nú stórfingnari skrúðgongu, hátíðarhelt 75 ára stovningardagin. Eisini vóru vit á Toftum á Grækarismessu, har næmingarráðið í Tofta skúla skipaði fyri Grækarismessuhaldi. Við várinum kemur ljósið, sum er fortreytin fyri lívi, blóming og vónum. Vit tosa við Magnus Gaard, lívfrøðing, Theodor Eli Dam Olsen, prest, og Erling Fles, sálarfrøðing. Tjøldrini koma til Føroya á Grækarismessu. Men hvat vita vit um tjaldrið og hinar flytifuglarnar, sum koma aftur higar hvørt ár, spyrja vit Janus Hansen, lívfrøðing. Vit fara ein túr í urtagarð á Oyrarbakka saman við Sigrid Vang, sum hvørt ár gleðist um hesa tíðina, tá ið alt fer at næla, samstundis sum vit eisini vitja á Gróðurstøðini, har vit hitta Rakul Dam. Fleiri eru annars ítrivini, ið rakna við, tá várið kemur, og eitt teirra er áhugin fyri bilin og ellisakførum. Vit hava verið í Fuglafirði og hugleitt um gamlar bilar saman við Sonna á Horni. Várróðurin, stevnurnar og festivalarnir nærkast, og tað merkir at báturin skal riggast til. Vit hava vitjað Care on Sea í Hvalvík, har vit hittu Søren Svenning Danielsen og Búgva Johannesen. Tú kanst hoyra sendingina her Úrslitið merkir, at tað framvegis er stór óvissa um, hvat fer at henda tíðina fram til 29. mars, tá Bretland eftir ætlan fer úr ES. Tað heldur Jóanis Erik Køtlum, sum hevur sagt seg úr starvi sum sjúkrahússtjóri, nú tað er komið fram, at sjúrkahúsverkið hevur 11 milliónir krónur í meirnýtslu. Margit Stórá er virkandi sjúkrahússtjóri á Landssjúkrahúsinum og forstjóri fyri Sjúkrahúsverk Føroya, til starvið verður sett av nýggjum. Føroyar spæla fyrra dystin á útivølli í Kiev 10 apríl, og síðani á heimavølli 13.apríl. Heimavøllurin er í Royal Arena í Keypmannhavn, tí eingin høll í Føroyum lýkur krøvini til altjóða dystir. Valhølini stongja klokkan 20, og vilt tú fylgja uppteljingini atkvøðunum, kanst tú fara inn á facebook vanganum hjá Kringvarpinum. Har senda vit beinleiðis úr Skálabotni til úrslitið er greitt. Landsstýrið skjýtur upp at yvirtaka vitarnar, sjóuppmerking og sjórættin. Eisini er uppskot um nýggja náttúruverndarlóg. Hon eitur margfeldni í náttúrini. Tingið skal viðgera fýra lógaruppskot um hetta í dag. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, mælir millum annað til at taka friðingarnevndirnar av. Landsstýrisfólkið skal fáa heimildirnar, sum nevndirnar hava havt, og landsstýrisfólkið leggur ætlandi sínar heimildir til Umhvørvisstovuna at umsita. Nýggja náttúrumargfeldnislógin skal sambært uppskotinum koma í gildi 1. januar í 2020, og tá skulu friðingarnevndirnar eisini takast av. Tað sigur Hanna Jensen, landsstýriskvinna, sum hevur svarað spurningnum frá Jónleifi Johannesen, løgtingsmanni, um fyribrigdið skúlanoktan. Børn eru, sum ikki brúka fólkaskúlan ella frískúlar. Hagtølini siga, at í 2016 játtaði Sernám 44 umsóknum um heimaundirvísing ella sjúkraundirvísing. Níggju umsóknir vóru aftirvendandi. Í 2017 vóru 51 umsóknir játtaðar, átta afturvendandi, og í fjør vórðu 35 umsóknir játtaðar, fimm vórðu afturvendandi. Landsstýriskvinnan nevnir Lopfjølina í Tórshavnar kommunu. Hon er samstarv millum kommununa, Sernám og skúlaverkið. Henda verkætlan verður eftirmett í løtuni. Eftirmetingin verður brúkt til at meta um, hvørji neyðug stig eiga at verða tikin fyri at skúlanoktanin minkar. Barnaverndirnar eru eisini við, tá talan er um skúlanoktan. Føroyska afturgjaldstítíðin er 2,6 ár og nógv styttri enn hjá øðrum londum. Stuttfreistaðu lánini gera, at Føroyar noyðast oftari at taka nýggj lán, og tað hevur størri váða við sær. Landskassaskuldin, 4,6 milliardir krónur, er fimm láns bræva røðir. Tríggjar eru fimm ára lán, eitt er seks ára lán og eitt er 15 ára lán. Lánið verður goldið aftur í einum, tá láns tíðin er farin. Landsbankin sigur, at langfreistaðu lánini eru dýrari, men tryggari, tí við teimum er minni ivi um komandi lánsútreiðslur. Í løtuni er rentan metlág, og tí er hetta eitt gylt høvi hjá landinum at taka lang lán. Tað hevði tryggjað eina lága rentu og lægri lánsútreiðslur næstu árini, sigur Landsbankin. Tí verður ikki neyðugt at endur fíggja alla upp hædd ina, 1,1 milliard krónur í juni, og tí rindar lands kassin nakað av skuld niður. Bretska undirhúsið vrakaði í gjárkvøldið avtaluna, sum Theresa May, forsætisráðharri, gjørdi við ES, og støðan í Bretlandi er nú meira óviss enn nakrantíð. Theresa May boðaði frá, at hon fer at stríðast fyri at fáa avtaluna samtykta, men hvussu tað skal gerast, veit eingin. Í dag skal Parlamentið gera av, um Bretland skal úr ES, uttan nakra avtalu. Ger Parlamentið tað, so fer Bretland úr ES 29. mars, uttan nakra avtalu, og handilsavtalan ímillum londini byggir á reglurnar hjá heimshandilsfelagskapinum, WTO. Heldur Parlamentið ikki, at Bretland skal fara úr ES, uttan eina avtalu, so skal Parlamentið í morgin atkvøða um freistin, at fara úr ES, 29. mars, skal útsetast. Theresa May hevur sagt, at hon er ikki fyri at útseta freistina. Eftir atkvøðugreiðsluna segði Theresa May, at í dag skal Parlamentið atkvøða um bretar skulu fara úr ES uttan eina avtalu. Hon segði, at hon er fyri at fara úr ES, tí tað gjørdi ein meiriluti av fólkinum av, men hon legði aftrat, at best er, um ein avtala er ímillum partarnar. Tíðindamaðurin hjá Danmarks Radio í Bretlandi, KIm Bildsøe, sigur seg rokna við, at í atkvøðugreiðsluni í dag, fer Parlamentið at samtykkja, ikki at fara úr ES uttan eina avtalu. Tí er ein møguleiki fyri, at brexit verður útsett til seinast í mai. Jean Claude Juncker, formaður í ES tinginum, hevur sagt, at tá mugu bretar vera farnir úr ES, tí teir skulu ikki atkvøða. Eru teir framvegis í ES tá, so má eisini val til Europatingið vera í Bretlandi, sigur ES. Spurningurin er eisini, hvussu leingi Theresa May heldur til stóra trýstið, men konservativir tinglimir halda ikki, at tíðin er tann rætta at skifta forsætisráðharra. Teitur Lassen hevur gjørt umleið 1.000 sangir, harav eru bert 100 sangir aktivir eru á útgávum, á útgávum hjá øðrum tónleikarum, í filmun og so framvegis. Hetta vil siga, at hann hevur gjørt nógvar sangir, sum ongin nakrantíð hevur hoyrt. Í morgunsendingini í morgun greiddi Teitur Lassen frá, hvussu umráðandi tað hevur verið fyri hann at arbeiða nógv og at gera sær ómak fyri at gerast ein dugnaligur tónleikari. Og vit fingu eisini møguleika at hoyra okkurt, sum ongantíð er útgivið. Eisini sigur hann, at hann er rættiliga konservativur, tá tað kemur til tónleikin. Tónleikur er til oyruni, ikki eyguni, sigur hann. Hetta vóru nøkur av evnunum, sum vóru á skránni í morgunsendingini, tá Annika Patursson Nørspang, djóralækni, svaraði spurningum frá lurtarum. Er vindur av landsynningi, kann vera sera ókyrt í Nólsoyarfirði, men fert tú norður í Svínoyarfjørð og norður um Enniberg, so er stilli. Jens Mortan Rasmussen er saman við øðrum farin undir at savna saman kunning um tær ymsu siglingarleiðirnar í Føroyum. Ætlanin er, at hesar síðani verða at finna á netinum bæði á føroyskum og útlendskum máli. Tað nýggjasta er, sambært formanninum í Bú og heimatænastuni, at løgmaður sunnudagin lovaði, at fundurin verður innan fyri tíggju dagar. Føroyanevndin hevur fingið til kunningar eitt uppskot um at broyta útlendingalógina. Ríkislógartilmælið hevði fyrstu viðgerð í løgtinginum fríggjadagin og er nú í Uttanlandsnevndini. Seinastu árini hevur landsstýrið saman við donsku stjórnini arbeitt við at fyrireika avgerðargrundarlagið undir at yvirtaka útlendingaøkið og marknaeftirlitið. Ætlan er løgd fyri yvirtøkuarbeiðið, og fyrireikingarnar eru komnar væl áleiðis, sigur Landsstýrið. Men ivamál um skyldurnar hjá Danmark í Schengensamstarvinum hava tarnað málinum. Tí hevur landsstýrið nú gjørt semju við donsku stjórnina um at flyta heimildirnar at taka avgerðir til føroyskar myndugleikar í teimum málum, sum hava størst týdning fyri útlendingar í Føroyum. Men framvegis verður arbeitt við at fyrireika fullfíggjaðu yvirtøkuna. Umframt at flyta umsitingarheimildirnar í ávísum útlendingamálum til Føroya, er semja um, at tíðaróavmarkað uppihald í Føroyum í framtíðini er treytað. Treytin er, at útlendingurin hevur eitt málsligt tilknýti til Føroyar, ella eitt tilknýti, sum á annan hátt er viðkomandi fyri integratiónina í Føroyum. Í dag heldur Tvøroyrar skúli til í miðbýnum á Tvøroyri og í Trongisvági. Skiftandi býráð hava í nógv ár viðgjørt spurningin um nýggjan skúla, og staðfest er, at nýggjur skúli kann byggjast í Trongisvági. Men undanfarna býráð hevur kannað møguleikan um verandi skúli á Tvøroyri við um og nýbygging kann nýtast til framtíðar skúla. Og tað vísir seg, at hann kann út og umbyggjast. Uppskotið er lagt fram fyri bæði skúlamyndugleika og borgarum á Tvøroyri. Undanfarna býráð avgjørdi at raðfesta nýggjan barnagarð fyrst og síðan nýggjan skúla. Nú er man komin hartil, at barnagarðurin verður tikin í nýtslu fyrst í komandi ári, og tí má býráðið nú taka støðu til hvar nýggjur skúli skal staðsetast, í Trongisvági ella á Tvøroyri. Vit fara í hesi sending at viðgera Føroyabanka úr ymsum sjónarhornum. Hvat er tað sum ger hann serligan Hví er hann stongdur Hví er toskastovnurin serligur Skal Føroyabanki latast upp aftur til vinnuligan fiskiskap Luttakarar í sendingini eru Eyðfinn Magnussen, Petur Steingrund, Tórbjørn Jacobsen, Høgni Hoydal, Eyðstein Poulsen og Jóhan Mortensen. Vørn sigur, at um ongar broytingar eru farnar fram í ognarviðurskiftunum, er ikki neyðugt hjá feløgum, sum vórðu góðkend at luttaka í 2018, at biðja um nýggja góðkenning í ár. Feløg, sum ikki áður eru góðkend, skulu lata inn skjalprógv í seinasta lagi 3 vikur áðrenn, uppboðssølan byrjar. Víst verður til kunngerð um at bjóða út rættindi á uppboðssølu í 2019 og treytirnar á heimasíðuni hjá Vørn. Vørn hevur gjørt yvirlit yvir, hvørjar prísásetingar eru galdandi. Hetta yvirlit liggur á heimasíðuni undir Uppboðssøla 2019 . Vørn heitir á keyparar um seta seg væl inn í, hvør prísáseting er galdandi. Í dag er hann dømdur 43 mánaðir aftrat í fongsul fyri at hava roynt á ávirkað vitni, og fyri at hava gjørt lobbyarbeiði fyri ukreinskar politikarar. Tilsamans skal hann nú sita 90 mánaðir í fongsli. Tað svarar til sjey og eitt hálvt ár, skrivar tíðindastovan, AP. Teir níggju mánaðirnir, sum Manafort hevur sitið í varðhaldi, verða tó drignir frá dóminum. Dómurin var longu strangasti dómur nakrantíð eftir at serligi kanningarstjórin, Robert Mueller, fór undir sonevndu russlandskanningina. Mueller kannar, hvørji møgulig sambond eru millum umsitingina hjá Donaldi Trump og russiskar myndugleikar. Manafort stóð á odda fyri valstríðnum hjá Trump. Í heyst kunngjørt Mueller, at Manafort fleiri ferðir hevði logið í rættinum fyri teimum, sum kanna uppáhaldið um, at russarar høvdu ávirkað forsetavalið í 2016. Verjarnir hjá Manafort hava tvíhildið um, at Manafort ikki leyg við vilja, men at hann gloymdi fleiri smálutir í málinum. Verjarnir mæltu til lina revsing. Eitt nú tí teir halda, at Manafort hevur fingið álvarsligar heilsutrupulleikar meðan hann hevur sitið í varðhaldi. 69 ára gamli Manafort hevur millum annað fingið gikt, meðan hann hevur sitið í varðhaldi. Illir andar heja í Sjónleikarhúsinum í Havn. Vit práta við leikarar og framleiðslustjóra í nýggjum spennings spælifilmi, sum verður sýndur í Sjónleikarhúsinum frá hósdegnum 14. mars. Darwin og klukkur herseta Tjóðsavnið leygardagin 16. mars klokkan 14, tá Tjóðsavnið og Bókadeild Føroya Lærarafelags bjóða inn til eina øðrvísi og spennandi sanvsvitjan við skaldskapi og náttúruvísindum. Á skránni eru spennandi framløgur, rundvísing og klukkuveiða. FMA, Faroe Music Awards var hátíðarhildið í Norðurlandahúsinum farna leygarkvøld. Niels Uni Dam kemur í útvarpsstovuna at eftirmeta tiltakið. Fyri fyrstu ferð varð eitt klassiskt tónaskald kosið ársins nýggja navn á FMA, og tann heiðurin fekk Eli Tausen á Lava. Hann er 22 ár, lesir kompositión á musikkonservatoriunum í Malmø. Vit tosa við unga tónaskaldið. Danska sjóverjuskipið, Hvidbjørnen, kom skipinum til hjálpar. Polar Aassik rak fyri vág og vind í 10 metrar høgum aldum. Hvidbjørnen stríddist í tríggjar dagar, áðrenn tað eydnaðist at fáa ein enda á trolaran. Vánaligt sýni tarnaði eisini bjargingararbeiðnum. Harði norðanvindurin trýsti Polar Aassit 30 fjórðingar longur suður, langt suðurum Hvarvið. Tað gekk eisini strilti at sleipa trolaran inn til lands. Fleiri ferðir legði Hvidbjørnen seg 40 stig, og trossin slitnaði eisini gjáramorgunin. Hetta er skomm. Tey seta fýra persónar, sum ikki hava skil fyri fótbólti, til at hyggja eftir upptøkum av dystinum í VAR. Tað var ikki brotsspark. Hvussu kann tað vera hond , tá bólturin rakar ryggin Far av fjandanum til. PSG stjørnan, sum ikki var á vøllinum, tí hann er skaddur, var ónøgdur við støðuna, tá Diogo Dalot skjeyt útifrá og rakti Presnel Kimpembe í armin. Eftir at dómarin, Damir Skomina, hevði hugt eftir upptøkum á VAR skíggjanum, dømdi hann brotsspark til Manchester United. Rashford skoraði og menninir hjá Ole Gunnar Solskjær komu víðari til fjórðingsfinaluna í Meistaraliguni. Parlamentið tók heldur ikki hesa ferð undir við avtaluni, sum Theresa May, forsætisráðharri, hevur gjørt við ES um Brexit. Tí er greitt, at Bretland ikki skal úr ES uttan eina avtalu við ES. Eitt uppskot um, at Bretland ikki skal úr ES uttan nakra avtalu varð lagt fyri parlamentið, og tað varð samtykt mikukvøldið við 321 atkvøðum fyri og 278 ímóti. Men samtyktin um, at Bretland ikki skal fara úr ES uttan nakra avtalu, er ikki løgfrøðiliga bindandi, og tí kann tað framvegis henda, at Bretland fer úr ES uttan nakra avtalu. Ætlandi skal Bretland úr ES 29. mars, men í dag skal tjóðartingið atkvøða um eitt uppskot um, at Bretland skal biða ES um at fáa ta freistina útsetta. Eg vil fara úr ES við eini góðari avtalu. Eg haldi, vit kunnu gera eina góða avtalu, segði Theresa May, forsætisráðharri í Bretlandi, í parlamentinum mikukvøldið. Løgtingið skal í dag viðgera uppskotini um eina verklagslóg frá landsstýrismanninum í samferðslumálum um at gera nýggjan Fjøruveg í Runavík og innkomuveg til Havnar í samband við Eysturoyartunnilin. Fjøruvegurin í Runavík skal gerast av Glyvravegi, gjøgnum fjøruna og eftir havnalagnum í Saltangará og Runavík, og til nýggja tunnilsvegin í Rókini. Men nógv fyrivarni verða tikin í uppskotinum um prís og liðugtger, sæst í viðmerkingum. Vegurin kann í mesta lagi kosta 35 milliónir krónir, stendur í uppskotinum. Kostnaðurin fyri vegin skal takast við stórum fyrivarni, tí hon byggir á eitt skitsuprosjekt, verður sagt í viðmerkingum til uppskotið. Eisini verður skrivað í viðmerkingum, at nógvar fyrireikingar eru eftir at gera. Ikki fyrr enn øll verkætlanin er prosjekterað, verkætlanin er boðin út, tilboðini eru komin inn, samráðingar hava verið við arbeiðstakarar, og endaligur sáttmáli er gjørdur, kenna vit kostnaðin. Innkomuvegurin til Havnar skal gerast av Kaldbaksvegnum, umvegis Skarðshjalla móti rundkoyringini við Hvítanesvegin oman fyri munnan til Eysturoyartunnilin, og síðani norður um Havnina til Villingardalsvegin. Hesin vegurin kann í mesta lagi kosta 114 milliónir krónir. Men eisini her verða fyrivarni tikin, sæst í viðmerkingum. Kostnaðarmetingin skal takast við fyrivarni, tí nakrar fyrireikingar eru eftir at gera, verður skrivað í viðmerkingum. Ikki fyrr enn øll verkætlanin er prosjekterað, verkætlanin er boðin út, tilboðini eru komin inn, samráðingar hava verið við arbeiðstakarar og endaligur sáttmáli er gjørdur, kenna vit kostnaðin. Tað kunnu koma støður fyri í byggitilgongdini, sum broyta kostnaðin, verður sagt í viðmerkingum. Nettotilflytingin vísir, at tilsamans 187 fleiri mannfólk enn konufólk eru flutt til Føroya í tíðarskeiðinum 1. februar í fjør til 1. februar í ár. Tað er serliga í fyrsta ársfjórðingi í fjør og aftur nú í ár, at tað eru munandi fleiri mannfólk enn konufólk, ið flyta til Føroya. Hetta er stórt frávik frá gongdini frammanundan, har tað var nøkulunda javnt millum kynini, skrivar Hagstovan á heimasíðu sínari. Meðan fólkatalið veksur í meginpartinum av landinum, so er ein lítil minking í fólkatalinum í Sandoynni og Suðuroynni, sæst á heimasíðuni hjá Hagstovuni. Í Sandoynni minkaði fólkatalið 0,5 prosent frá 1. februar í fjør til 1. februar í ár. Í Suðuroynni minkaði tað 0,4 prosent sama tíðarskeið. Í Sandoynni búðu 1227 fólk 1. februar í ár, tað er ein minking uppá seks fólk, og í Suðuroynni búðu 4597 fólk 1. februar í ár, sum eru 20 færri í mun til 1. februar í fjør. Runavíkar kommuna hevur als ikki verið ein partur av øðrum í hesum máli, enn tað at fáa eina verklagslóg til vega, skrivar Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, í lesarabrævi. Hann vísir á, at hóast tað er landsstýrismanninum fyri at takka, at ein verklagslóg er komin niðan í tingið, so hevur málið flutt seg frá ongum til eina verklagslóg, ið er mest átøk einum dekningsleysum kekki upp á 35 milliónir krónur og sum heimilar, at ein landsvegur verður gjørdur fram við fjøruni í økinum. Tórbjørn Jacobsen skrivar eisini, at í viðmerkingunum stendur, at Landsverk og Samferðslumálaráðið hava gjørt lógaruppskotið um Fjøruvegin í felag, og harvið staðfestir landsstýrismaðurin, at Runavíkar kommuna als ikki hevur verið ein partur av øðrum í hesum máli, enn tað at fáa eina verklagslóg til vega. Borgarstjórin í Runavík sigur, at Runavíkar kommuna er meiri enn hálvgum úrskeklað, tá ið tað snýr seg um undirstøðukervið til Eysturoyartunnilin, og hann góðtekur ikki, at borgararnir í kommununi einsamallir skulu gjalda ein part av tunnilsætlanini. Tað leggur verandi verklagslóg upp til, og tað kann hvørki góðtakast ella virðast, sigur Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu. Bústaðartrotið í Føroyum er sera stórt, men ongin veit við vissu, hvussu stórur tørvurin er. Á Bústøðum siga tey, at Føroyar eiga at hava millum 2. og 4.000 leiguíbúðir, men talið í dag er niðan fyri 1.000. Annika Djurhuus úr Hvalvík og Sarita Danielsen úr Fuglafirði eru báðar stakar við tveimum børnum, og lítlu familjurnar hava tak yvir høvdið í avmarkaða tíð. Útleigarar merkja eisini, hvussu stór neyðin at finna leigubústaðir er millum fólk, og samstundis eru sethúsaprísirnir so høgir, at mong als ikki kunnu fáa lán. Í vitanartáttinum í dag var evnið pædofili. Hetta er í sambandi við nógv umrødda filmin Leaving Neverland , ið snýr seg um tveir menn, sum greiða frá, hvussu Michael Jackson misbrúkti teir sum smádreingir. Meiningarnar um filmin er nógvar og ymiskar. Summi siga, at Michael Jackson er sekur, meðan onnur siga, at teir báðir, Wade Robson og James Safechuck, bert gera hetta fyri pengar. Í sambandi við hetta hava vit spurt Bjørt Lind, sálarfrøðing, hvat pædofili er. Hon sigur, at vit eiga at síggja pædofili meira samansett. Hetta vil siga, at tann, sum ger seg inn á børn, er annað enn bara óndur, og at tey útsettu eisini eru samansett menniskju. Hon vísir til dømis á, at sjálvt um Michael Jackson var góður við børn og ein fantastiskur tónleikari, so kann hann væl vera sekur. Eisini sigur hon, at Wade Robson og Jems Safechuck væl kunnu vera áhugaðir í pengum, men samstundis vera offur. Vit vita ikki, hvat er hent, og Michael Jackson varð ongantíð dømdur, sigur hon, men leggur aftrat, at tá tað snýr seg um pædofili, so finnast sjáldan prógv. Kinna Poulsen, listaummælarari, leggur dent á, at hon vanliga heldur listafólk og listaverk atskild. Kortini kennir hon seg ávirkaða av nýggja heimildarfilminum um Michael Jackson, Leaving Neverland. Enn er filmurin feskur í huganum hjá hyggjarunum, og tí er ávirkanin rættiliga sterk júst nú. Samtíðin er ógvuliga moralsk, minnir listaummælarin á. Spurningurin, sum verður umrøddur í morgunsendingini er, hvørt tað ber tað til at brúka og njóta listina hjá einum listafólki, um viðkomandi hevur gjørt okkurt, sum tú heldur vera ófyrigeviligt Kjakið hevur tikið seg upp aftur, nú heimildarfilmur um Michael Jackson vil vera við, at kenda poppstjørnan hevur gjørt seg kynsliga inn á fleiri ungar dreingir. Við einum sigri kundi SÍ koma ógvuliga nær við annað FM finaluplássið, meðan Mjølnir skuldi vinna fyri framvegis at hava góðan møguleika. Føroya elsti miðil, Dimmalætting, søkir nú eftir nýggjum ábyrgdarblaðstjóra til blaðið eftir at undanfarni blaðstjórin segði seg úr starvinum um ársskiftið. Nýggi blaðstjórin skal millum annað vera við til at menna tilfarið, vísa á nýggjar leiðir og megna at flyta virkisøkið hjá blaðnum fram á leið , sum tað stendur í starvslýsingini. Ein av uppgávunum, hjá nýggja ábyrgdarblaðstjóranum á Dimmalætting, verður eisini at skipa tann redaktionella partin hjá blaðnum av nýggjum. Seinasti ábyrgdarblaðstjórin á Dimmalætting, Georg L. Petersen, var stjóri á blaðnum árini frá 1995 2002 og aftur frá 2015 til fyrst í hesum árinum. 16 ára gamla Simona varð kynsliga misnýtt, tá hon var fýra ára gomul. Maðurin, sum misnýtti hana, er fongslaður, men Simona vil vita, nær hann verður leyslatin. Tað sigur Tummas í Garði, yvirlækni og fyrrverandi læknastjóri, sum finst hvassliga at Heilsumálaráðnum, nú sjúkrahússtjórin Jóanis Erik Køtlum tveitti handklæðið í ringin eftir bara 14 mánaðum í stjórastarvinum. Eftir fund við Heilsumálaráðið fríggjadagin, har staðfesta meirnýtslan á 11 milliónir krónur í fjør var umrødd, valdi Jóanis Erik Køtlum at siga seg úr starvi sama fríggjakvøld. Hóast sjúkrahússtjórin valdi at fara sjálvur hann varð ikki uppsagdur so heldur Tummas í Garði, at íkomna støðan er talandi dømi um manglandi forstáilsi í Heilsumálaráðnum fyri tí sjúkrahúsverki, sum aðalráðið varar av. Tað finst lítil og eingin heilsufakligur kunnleiki í Heilsumálaráðnum. Tí er heldur einki forstáilsi fyri heilsuverkinum. Og tí fer alt at snúgva seg um rokniark og fíggjarætlanir, sigur Tummas í Garði. Neyðugt er at vísa leiðsluni álit til at fremja tað í verki, hon er sett til og hevur fakligar førleikar til, sigur yvirlæknin og fyrrverandi læknastjórin. KORK og deLillos hittust allarfyrstu ferð á Frognerseten Amfi 19. august í fjør. Kendir og væl dámdir sangir, orkestur og gott lag ovast í Oslo. Programmleiðararnir Sofia R genklint og Anders Ankan Johansson vitja á djórasjúkrahúsum og djóragørðum millum annað. Tíkin Maja hevur lagt ellivu hvølpar, men tveir av teimum eru longu deyðir, og hinir hava hjálp fyri neyðini alt fyri eitt. Tað broytir alt lívið. At eiga barn kann vera tað vakrasta og tað torførasta í verðini. Í sendingini hitta vit seks smábarnamammur, sum siga, hvat tær høvdu viljað vitað, áðrenn tær sjálvar áttu børn. Í barnaútvarpinum hesa vikuna fara ommur og abbar at greiða frá. Vit vilja hoyra, hvussu tað var, tá ið tey vóru børn. Hesa ferð fer Lis Hammer at greiða frá. Petra hevur frætt, at sex er ein býur í Russlandi, eftir at børnini eru komin, og at lívið verður børn, blæur og svøvnmangul. Svarið er kanska nærvera heldur enn sex, og Asbjørn og Petra taka ein tantratíma. Á fundarskránni fyri býráðsfundin í Tórshavnar Býráði í dag klokkan fimm stendur tann nógv umrødda, men lítið ítøkiliga íbúðarbyggingin undir Kongavarða á Argjum. Tórshavnar Býráð hevur higartil einki ítøkiligt viljað sagt um íbúðarbyggingina á Argjum, men nú er greitt, at talan er um 94 leiguíbúðir, sum NN Holding skal byggja. Tað er Ognarfelagið Nordbil, sum eigur NN Holding, sum stendur fyri verkætlanini. NN Holding eigur eisini smápartafelagið Mark, sum hevur bygt lestraríbúðirnar í Marknagili í Havn. Tórshavnar kommuna hevur í meira enn tríggjar mánaðir samráðst við felagið um íbúðarbyggingina á Kongavarða, og nú klokkan fimm fer Tórshavnar Býráð at viðgera málið. Tað er Aðalbjørg Linklett, ið hevur leikstjórnað Kraddaranum, meðan Nikolaj Falk og Hjálmar Dam hava gjørt pallin. Tú kanst hoyra frásøgnina her Á FMA tiltakinum leygarkvøldið varð Árins tónleikaheiður latin Teimum av Kamarinum vit tosa við Nikolinu av Kamarinum og Jákup Jakobsen. Tvær Michelin stjørnur, fleiri hotel og hópin av matstovum. Hósdagsgesturin er stjórin í Gist og Vist, Johannes Jensen. Klaksvíkar sjónleikarfelag fer á pall við ævintýrleikinum Kraddarin. Vit hitta leikstjóran Aðalbjørg Linklett og annan av pallsmiðunum, Nikolaj Falk. Tummas í Garði, yvirlækni og fyrrverandi læknastjóri, tekur undir við Jóanisi Eriki Køtlum, sum hevur lagt frá sær sum stjóri á Landssjúkrahúsinum, at leiðslan verður óvirðiliga viðfarin. Turid Arge, aðalstjóri í Heilsu og innlendismálaráðnum, var gestur í Degi og Viku, og hon svaraði teimum atfinningunum, sum seinastu dagarnar hava verið ímóti aðalráðnum og sær persónliga. Endamálið er at varðveita eina siðvenju, siga Hanna Jensen, landsstýriskvinna, og Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður, sum hava hvør sítt uppskot um at áseta morgunsang við lóg. Bretska tjóðartingið hevur samtykt, at Theresa May, forsætisráðharri, skal biða um at fáa Brexit útsett. Ætlanini er, at Bretland skal fara úr ES 29. mars. 360 fólk hava fingið tilboð um íbúð í Biskupstorgi í Klaksvík og Hvannasundi. Tað upplýsir Andras Róin, stjóri í Bústøðum, fyri útvarpinum. Greinin heldur fram niðanfyri. Bíligastu íbúðirnar eru knappar 60 fermetrar í búvídd, meðan tær dýrastu eru góðar 120 fermetrar, og allar hava egin goymsluhøli og egna terassu. Aftur at leiguprísinum er eitt aconto gjald fyri hita, sum liggur millum 500 og 1.100 krónur. 11 íbúðir hava eitt kamar, 14 hava tvey og fimm íbúðir hava trý kømur. Tað eru nógv fólk, sum bíða eftir at fáa tilboð eisini í Norðoyggjum. Tað er tað, sum talan er um her, sigur Andras Róin, stjóri í Bústøðum, við útvarpið. Biskupstorg hevur verið longi ávegis, tí tað eru trý ár síðani byggingin byrjaði. Íbúðirnar í Hvannasundi eru tríggjar í tali, allar hava tvey kømur. Leiguprísurin í Hvannasundi er 5.900 umframt gjald fyri orkunýtslu. Tað verður klárt at flyta inn Biskupstorg og í Hvannasundi 1. mai, upplýsa Bústaðir. Løgreglan hevur handtikið fýra fólk, tríggjar menn og eina kvinnu, skrivar BBC News . Skottilburðirnir vóru inni og uttan fyri tvær moskur í nýsælendska býnum Christchurch. Miðbýurin í Christchurch hevur eisini verið avbyrgdur, tí fleiri bumbur vórðu funnar í bilum ymsastaðni. Tann avbyrgingin er tikin burtur nú. Vit hava ongantíð upplivað nakað líkandi fyrr, tí slíkt hendir ikki í okkara landi. Hetta er daprasti dagur í søguni hjá okkum, sigur Jacinda Ardern, forsætisráðharri, sambært blaðnum, The New Zealand Herald . Myndugleikarnir hava heitt á allar moskur í býnum um at lata aftur, til onnur boð verða givin. Enn er ikki greitt, hvussu nógv fólk framdu álopið á tær báðar moskurnar. Tann eini álopsmaðurin er avstralskur. Hildið verður, at maðurin hevði skrivað eina yvirlýsing áðrenn álopini, har hann hevur greitt frá ætlanunum, skrivar BBC News. Kaj Leo Holm Johannsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, hevur sett Sirið Stenberg ein skrivligan fyrispurning við tilsamans 10 undirspurningum um tað, sum sambært tingmanninum er at meta sum eitt framhaldandi leiðsluligt kaos í føroyska sjúkrahúsverkinum. Vit kunnu ikki hava eina skipan, har sjálvt ikki superstjórin sleppur at leiða sjúkrahúsverkið, tí hann er niðurbundin av Heilsumálaráðnum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. Við útvarpið týskvøldið segði Sirið Stenberg, at uppsøgnin kom líka óvart á seg sum nakran annan og landsstýriskvinnan kendi seg ikki aftur í grundgevingunum fyri uppsøgnini. Jensina er so glað, tí hon hevur funnið eina gamla grammofonplátu, sum hon leingi hevur leitað eftir. Jensina syngur ein saksofonsang, og Ljóðfílurin er sum vant spentur at fara ígjøgnum eina ávísa hurð. Í Pipp Papp Hey kann alt henda Hvat er tað at verða ásttikin, hvat er kærleiki Eyðun Joensen, sálarfrøðingur og Marjun Bæk, prestur siga, hvat tey halda kærleika vera. Tá fyrsta umfar í bestu fótbóltsdeildini hjá monnum var spælt um vikuskiftið, vóru tað fleiri, sum høvdu eina eyka góða grund at fylgja væl við, hvussu dystirnir lagaðu seg. Hetta prógvar enn einaferð, at føroyingar hava ómetaliga stóran áhuga fyri fótbólti, sigur Lív Egilsdóttir Olsen, samskipari og søluráðgevi hjá Føroya Tele. Lív Egilsdóttir Olsen greiðir frá, at tað var ein ávís mótstøða tá farið var frá kenda nummar.fo til nýggju appina, men nú tykist tað sum, at brúkararnir hava tikið undir við henni. Tónleikur hevur fylt nógv í lívinum hjá Eli, og byrjaði hann at spæla viola sum 8 ára gamal. Hetta gavst hann tó við nøkur ár seinni. Sum tannáringur lærdi hann seg at spæla klaver, og tá lurtaði hann nógv eftir symfoniskum heavy metal tónleiki. Millum annað hetta birti ein áhuga fyri klassiskum tónleiki, og fór hann undir at skriva klassiskar kompositiónir. Eli Tausen á Lava er sannførdur um, at yrkisleið hansara er at skriva tónleik. Hann heldur, at samstundis sum ástøðið skal verða í lagi, so er tað týdningarmikið at hava eina lætta, spælandi og stuttliga tilgongd til tað at skriva klassiskan tónleik. Hann sær eisini seg sjálvan sum ein opnan persón við einum lættum lyndi. Hetta heldur ahnn eisini hoyrist í hansara kompositiónum tað lætta, spælandi og skemtiliga. Eli fær millum annað íblástur úr tónleiki í telduspølum, júst tí, at tónleikurin er lættur og skemtiligur, men samstundis forteljandi, livandi og spennandi. Starvið, sum rektari á Setrinum er tíðaravmarkað í fimm ár, og starvstíðin hjá Sigurði í Jákupsstovu, verðandi rektara, er úti í heyst, og tí verður starvið lýst leyst nú. Fremsta uppgávan hjá rektaranum er at standa fyri leiðsluni á Fróðskaparsetrinum og at tryggja, at stovnurin veitir samfelagnum gransking og útbúgving á altjóða stigi. Fróðskaparsetrið hevur í dag 24 útbúgvingar, 144 starvsfólk og yvir 1000 lesandi. Nýggi rektarin skal hava drúgvar leiðsluroyndir og neyvan kunnleika til útbúgvingar og granskingarøkið. Viðkomandi skal hava sterka akademiska bakgrund, gjarna sum viðurkendur granskari. Súsanna Olsen, samfelagsfrøðingur, Sonja Jógvansdóttir, Tjóðveldi, Magni Laksafoss, leysur í løgtinginum, Kári Mikkelsen, journalistur. Og við gróðrinum kenna nógvir havaeigarar við grønum fingrum helst gelðiskensluna av aftur at sleppa út aftur í urtagarðin at saga, klippa, grava, hugna sær og seta niður, aftaná ein langan og myrkan vetur. Ein av hesum havaeigarunum er Sigrid Vang, sum saman við manninum, hevur ein stóran og vakran urtagarð á Oyrarbakka. Sigrid Vang heldur, at tað er ein gleði at seta niður, og síggja plantur, blómur, trø og runnar spíra og grógva. Fleiri plantur hevur Sigrid fingið frá familju, vinum og kenningum, og hugsar hon um tey, tá hon gongur runt í havanum. Urtagarðurin er eisini eitt frístað hjá Sigrid har ferðin ferð niður, og til ber at njóta einføldu og upprunaliga náttúrunmegina. Tað er gott at síggja, at tað er ikki alt, ið vit kunnu stýra , heldur hon. Vit fara eisini ein túr á Gróðurstøðina í Hoydølum, har vit tosa við Raul Dam røktarleiðara um, hvat vit kunnu gera í urtagørðunum hesa ársins tíð. Fleiri útvarpsstøðir aftra seg við at spæla tónleikin hjá Michael Jackson, eftir ákærurnar í dokumentinum Leaving Neverland um, at popp stjørnan er pedofil. Júst hetta við at seta forboð móti listarfólki, sum eru undir illgruna at hava gjørt nakað skeivt, er ein vandakós, vísir heimspekingurin Pætur Marjunarson Dahl á. Heimspekingurin vísir á fleiri stór listarfólk í søguni, hvør tankar og gerðir ikki høvdu hóskað inn í samfelagið í dag. Eitt nú Aristoteles, Wagner og Martin Luther. Fyrsta innslag tekur støði í kjakinum um at forbjóða tónleikinum hjá Michael Jackson, eftir at dokumentarurin Leaving Neverland varð vístur á HBO í síðstu viku. Kjarnin í kjakinum er spurningurin, hvørt tú kanst atskilja listaverkið frá listarfólkinum. Annað innslag er reportasja úr pinnarínum í Klaksvík. Sjónleikararnir í býnum hava hersett aðru hædd, har teir seta upp leikin Kraddarin. Triðja innslag er samrøða við Urbanus Olsen, sum er kokkur umborð á Norðborg. Hann er eisini tónasmiðjur. Hugskotini til løgini tekur hann ofta upp í kahyttini umborð. Nú verður lýst eftir stjóra til Landsverk fyri Ewald Kjølbro, sum fór úr starvinum í desember í fjør sum ein avleiðing av byggingini av Marknagilsdeplinum. Tað er Samferðslumálaráðið, sum lýsir eftir nýggjum stjóra til Landsverk. Stjórin á Landsverki vísir til aðalstjóran í Samferðslumálaráðnum. Umsøkjarar verða mettir eftir fakligum, leiðsluligum og persónligum førleikum. Eisini er krav, at nýggi stjórin hevur viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni ella tilsamans samsvarandi útbúgvingarstig og royndir frá privata ella almenna geiranum. Royndir og ávístur førleiki innan leiðslu og fíggjarstýring er eisini ein treyt. Starvið sum stjóri á Landsverki er flokkað í 39. lønarflokki sambært sáttmála millum Tænastumannafelag Landsins og Fíggjarmálaráðið. Tað eru umleið 59.400 krónur um mánaðin. Starvið er áramálssett í trý ár við møguleika at leingja setanina í trý ár. Ein eyka viðbót verður latin fyri áramálssetan. Umsóknarfreistin er 5. apríl 2019, klokkan 12 00. Jóhannes Jensen er stjóri í Gist og Vist, sum hevur eina ørgynnu av matstovum undir sær. Ein teirra, KOKS, fekk tvær Michelin stjørnur herfyri, og sambært stjóranum fer tað at kasta góðar 50 milliónir krónur av sær til føroyska samfelagið. Fyri hann er tað umráðandi, at matstovurnar hjá Gist og Vist hava ein føroyskan samleika, og at tær hvør sær hava okkurt serstakt at bjóða. Tey hava nýggja vitan, tey hava nýggjar førleikar, tey eru arbeiðssom og hava høgan arbeiðsmoral. Nógv av teimum duga øgiliga væl, og vit høvdu ikki havt ta fyritøkuna, vit hava, uttan hesi, sigur Johannes Jensen. Vit kunnu bjóða uppá klassiskt science fiction við nýggjastu sesongina av Star Trek Discovery, ið filmsleikstjórin Hanus Johannesen kemur at ummæla. Eisini hava vit dystopiska og spekulativa fiktión við áhugaverdu og virðisløntu sendirøðini Handmaidens Tale, ið filmsleikstjórin og sjónleikarinnan Annika á Lofti kemur at ummæla. Men vit byrja við einum skemtiligum tunglyndi í nýggjastu stutt sendirøðini eftir skemtiarinum Ricky Gervais, sum eitur After Life. Jóna Joensen, sum hevur verið búsitandi í lítlari bygd, Treiten, nærhendis Bern í Sveis síðan 1997, var karrierukvinna við stórum K. Men í 2007 gjørdist hon sjúk, og hetta var ein veking, sum hevði við sær, at hon og maður hennara, Thomas, løgdu lív sítt fullkomiliga um. Frá ikki at duga at gera mat, ger Jóna í dag alt, tey eta, frá botninum av. Hon súltar, fermenterar og bakar og flest allar fruktir og grønmeti dyrka tey í hava sínum, eins tey hava hønur. Onki verður keypt í matvøruhandlum, eins og meginpartin av lívinum, eisini matgerð og strúking gongur fyri seg uttanfyri, tí tað er har, Jóna trívist best. Í barnaútvarpinum hesa vikuna fara ommur og abbar at greiða frá. Vit vilja hoyra, hvussu tað var, tá ið tey vóru børn. Hesa ferð fer Bjarki Skúvadal at greiða frá. Soleiðis sigur Egga Jensen, formaður í Parasport Føroyum, nú 10 føroysk ítróttarfólk eru farin til Sameindu Arabisku Emiratini at kappast til World Games, sum eru í Abu Dhabi og í Dubai. Tí er trupult at meta um støðið og møguleikunum fyri góðum úrslitum, sigur Nena Jákupsdóttir, sum er venjari hjá fimleikarunum. Einastu fimleikarar vit kenna, eru teir donsku, tí teimum hava vit kappast ímóti fyrr, leggur hon afturat. Tær føroysku fimleikararnir, sum skulu kappast fyri fyrstu ferð í OL høpi í morgin, eru Súsanna Johannesen, Eyð Paturson, Jenny Thomsen og Bjørt Hermansen. Formurin er við at vera har sum hann skal vera, og tað er kanska heldur ikki so løgi, tí umframt at svimja við Parasport Føroyum, svimur Signa Vár eisini við Havnar Svimjifelag, har hon eisini er venjari. Vit fingu eitt prát við Signu Vár og pápa hennara Dáva Eyðunsson Sørensen, tá Signa Vár vandi fyri síðstu ferð, áðrenn fráferð til Dubai KRIS er ein felagsskapur, sum veitir hjálp til fólk yvir 18 ár, ið hava verið fyri kynsligum ágangi sum børn. Kynslig misnýtsla av børnum í Føroyum er umfatandi. Beinta Pedersen, forkvinna í KRIS, sigur, at 150 vaksin fólk um árið seta seg í samband við felagsskapin at leita sær hjálp fyri seinárin av kynsligari misnýtslu. Vaksandi talið ger, at tørvur er fyri meiri peningi. Tí skipar stuðulsgrunnurin hjá KRIS fyri innsavning leygardagin 30. mars 2019. Um tú vilt luttaka í innsavningini, kanst tú seta teg í samband við KRIS. Hoyr Beintu Pedersen greiða frá í innslagnum. Kringvarpið skipaði í fjør fyri kapping, har tað snúði seg um at senda inn ein stuttan útvarpsdokumentar á 8 10 minuttir. Sjey dokumentarar komu inn, og vinnarin er nú kosin. Sunnudagin klokkan 16 verða allir sjey dokumentararnir spældir í almennum, ókeypis tiltaki í Kringvarpshøllini, har vinnandi dokumentarurin verður kosin. Tiltakið verður skipað sum Útvarpsbiografur , Kári Sólstein, leiðari fyri Mentanardeildini í KVF, greiðir frá Kaj Leo Holm Johannesen í Sambandsflokkinum hevur sett Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, 10 skrivligar spurningar um leiðslubygnaðin og játtanina til sjúkrahúsið. Annika Olsen, borgarstjóri, sum var gestur í sjónvarpsstovuni, sigur, at borgararnir undir Kongavarða verða hoyrdir, tá byggisamtyktin fyri økið skal broytast, og tá endaliga verkætlanin er liðug. Tað vóru tvey onnur skotvápn í bilinum, sum gerningsmaðurin koyrdi í, og hann hevði avgjørt ætlanir um at halda fram við atsóknunum, sigur Ardern sambært Reuters. 36 minuttir eftir at løgreglan fekk fyrstu fráboðanina um atsóknirnar á moskurnar, hevði løgreglan handtikið Brenton Harrison Tarrant. Hóast Brenton Tarrant ikki fekk útint allar sínar yvirgangsætlanir, náddi hann mest sannlíkt at drepa 49 fólk í tveimum moskum í býnum Christchurch. Millum tey særdu og deyðu í álopunum í gjár, vóru eisini børn, skrivar blaðið, The Guardian. Meginparturin eru menn millum 30 og 40 ár, upplýsir stjórin á sjúkrahúsinum, Christchurch Hospital Greg Robertson. Brenton Tarrant, sum er undir illgruna fyri at hava staðið aftanfyri álopini, varð seint okkara tíð í gjárkvøldið í grundlógaravhoyring, ákærdur fyri eitt dráp. Helst koma fleiri skuldsetingar móti honum, skrivar Ritzau. Nógvu vitjanirnar hava við sær, at gøtan í Fjarðarglufur gjónni er oyðiløgd, og tí ganga fólk við síðuna av gøtuni, og traðka allan vøkstur niður. Plássið hevur verið sera nógv vitjað, eftir at sangarin, Justin Bieber, í 2015, gjørdi eitt lag, har myndir úr økinum vórðu nýttar. Daniel Freyr Johnson, frá íslendsku náttúrumyndugleikunum sigur, at síðani sangurin varð gjørdur, er talið av ferðafólkum sum vilja síggja økið, støðugt vaksið, og ein meting er, at minst 300.000 fólk vitjaðu økið í fjør. Nú veturin hevur verið, er gøtan illa farin, og tí fara ferðafólkini útum girðingina sum er sett upp, og ganga so við síðuna av gøtuni. Tað ger, at alt plantulív og annar vøkstur í økinum doyr. Lagið hjá Justin Bieber, I ll show you, er víst meir enn 439 milliónir ferðir, og tað er uttan iva størsta orsøkin til, at talið av ferðafólkum, sum vilja síggja økið, er nógv vaksið. Hetta er ikki einasta økið sum myndugleikarnir í Íslandi hava valt at steingja fyri ferðafólki, tað er gjørt í fleiri øðrum økjum eisini, sigur Daniel Freyr Johnson hjá náttúrumyndugleikunum. Støðan er tann, at Ísland ikki er ført fyri at taka ímóti teimum nógvu ferðafólkunum, sum nú vitja landið, sigur hann. Ein uppgerð, sum svenska kringvarpið hevur gjørt, eftir at hava fylgt við 41 av teimum 150 monnunum, sum eru komnir heim aftur til Svøríki, vísir, at triðihvør er dømdur fyri brotsverk. Tveir mans eru dømdir lívlanga fongsulsrevsing fyri yvirgang. Prógv vórðu funnin ímóti teimum, tá løgreglan kannaði eina íbúð. Har fann løgreglan upptøkur, sum vísa, at báðir menninir vóru á mynbdunum, tá tveir aðrir vórðu hálshøgdir í Sýria. Men ein talsmaður fyri løgregluna, sigur, at løgreglan fylgir víðgongdum, sum eru komnir heim aftur, og sum kunnu hugsast at fremja yvirgang. Nettosølan var 446 milliónir krónur og bæði skipasmiðju og framleiðsluraksturin gav avlop, eins og dótturfelagið PAM Offshore Service eisini hevði yvirskot í fjør. Í MEST samtakinum starvast gott 400 starvsfólk. MEST samtakið fevnir um MEST skipasmiðjurnar í Havn og á Skála, MEST framleiðsluútgerð í Runavík og PAM Offshore Service, sum veitir tænastur til frálandavinnuna í Noregi. Leiðslan metir, at útlitini til aftur at fáa eitt nøktandi úrslit eru til staðar, og tað er við góðum treysti at farið er inn í 2019. Upplýst verður, at gongd nú er komin á at byggja nýggja havrannsóknarskipið, og at skrokkurin kemur til Føroyar seint í summar, sigur Mouritz Mohr, stjóri. Umleið klokkan 16 seinnapartin í gjár steðgaði ein bátur, við einum manni umborð, upp 10 15 fjórðingar vestan fyri Sandoynna. Veðrið var ikki av tí besta, og bjargingarbáturin Sverri kom á Skopun við bátinum á midnátt. Umleið klokkan 18 var ein annar bátur uppsteðgaður. Hann var staddur ein fjórðing vestur úr Saksun. Maðurin, sum var einsamallur umborð, var dottin. Tann leitingin var eitt sindur truplari, tí maðurin náddi ikki at boða frá, júst hvar hann var staddur, tá telefonin hjá honum slóknaði, og VHF urin á bátinum riggaði ikki. Bjargingarbáturin Vón leitaði eftir bátinum og tyrlan fekk boð um at koma á staðið. Áðrenn tyrlan náddi at fara av landi, fann Vón tó bátin, tí maðurin lýsti við lummalykt. Tað tók eina góða løtu at leita. Báturin varð sleipaður inn á Vestmanna á midnátt. 18 lið frá fýra feløgum luttaka, og tað er til hesa steypakappingina, at steypavinnararnir í estetiskum fimleiki fyri 2019 verða funnir. Løgreglan sendi klokkan 13 25 út eina eftirlýsing, har sóknast verður eftir 53 ára gamla Eiler Guttesen, ið seinast varð sæddur í gjár. Seksæringurin Bakkafossur er sæddur fara av Borðoyarvík í gjár beint áðrenn nátturðatíð, klokkan 17 39, og tá var Eiler Guttesen umborð, skrivar løgreglan í eftirlýsingini. Eingin skipað leiting eftir manninum og bátinum er sett í verk enn. Tað verður støða tikin til seinni í dag, verður upplýst á Politistøðini í Havn. Meira kann løgreglan ikki siga í løtuni. Fólk, sum vita eitthvørt, ið kann hjálpa løgregluni, kunnu ringja á telefonnummar 35 14 48 ella 114. Fyrr í vikuni segði Poul Michelsen, landsstýrismaður, at tær altjóða kanningar, sum eru gjørdar um 5G net, ikki vísa nakað um, at tað er heilsuskaðiligt. Tað er ikki neyðturviliga rætt, at einki er at stúra um viðvíkjandi heilsuárinunum frá nýggja 5G netinum, sum verður sett upp í Føroyum, soleiðis sum Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, vil vera við, sigur Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum. Magni Mohr sigur, at kanningarnar, sum landsstýrismaðurin vísir til, eru gjørdar í mun til krabbamein, og tær vísa ikki øktan vanda fyri krabbameini. Men strálurnar kunnu ávirka kyknir, og mann veit ikki, hvat hendir, um mann er úti fyri slíkum strálum frá móðurlívi og gjøgnum øll barnaárini. Maðurin, sum varð eftirlýstur beint eftir døgurða í dag, er funnin og komin afturíaftur í øllum góðum. Tað boðaði løgreglan frá fyri løtu síðani. Leiting varð sett í verk á døgurða í dag. Tríggir smærri bjargingarbátar, Vædderen og Brimil og bjargingartyrlan leitaðu eftir bátinum og manninum. Um trý tíðina kom grótbáturin Siri inn á Havnina við bátinum og manninum, sum løgreglan eftirlýsti beint eftir døgurða í dag, upplýsir MRCC Tórshavn. Báturin var uppsteðgaður, og var rikin fyri vág og vind. Maðurin fekk ikki givið boð frá sær, og hevði hvørki neyðbluss ella rakettir umborð, sigur vakthavandi hjá MRCC. Grótbáturin Siri fann bátin í øllum góðum við Glyvursnes, eftir at MRCC Tórshavn hevði heitt á skip og bátar um at hyggja eftir seksæringinum við manninum umborð. Hóast bæði heilsumyndugleikar og landsstýriskvinnan í heilsumálum hava sagt, at bíðitíðin hjá fólki við parkinson at sleppa í viðgerð, varð stytt niður í fýra til seks mánaðir, hevur felagið í svari frá Landssjúkrahúsinum í desember 2018 fingið at vita, at bíðitíðin er 10 mánaðir. Fýra til seks mánaðir er eisini ov leingi hjá sjúklingum og avvarandi at bíða eftir viðgerð, tí tað ávirkar lívsgóðskuna so nógv at ikki sleppa í viðgerð, sigur Durid Johannesen. Í Danmark, Íslandi og Norra er eingin bíðitíð eftir at koma í viðgerð, men í Parkinsonfelagnum vænta tey sær ikki onga bíðitíð, men tey kunnu ikki góðtaka ta bíðitíðina, sum nú er. Parkinsonfelagið sigur í boðum til heilsumyndugleikarnar, at støðan í Føroyum livir ikki upp til tað, sum væntast kann av einum heilsuverki í Norðurlondum í 2019, og tey vóna, at heilsumyndugleikarnir taka hetta til sín. Nettotilflytingin til Føroyar er í løtuni methøg. Tann stóra broytingin í gongdini í fólkatalinum kemur einamest av broyttu flytingini, har fráflytingin er minkað nógv, samstundis sum tilflytingin er vaksin. Vit skulu heilt aftur til 1980 fyri at finna so lágt tal fyri fráflytingina, sum tey 1.225 fólkini, ið fluttu av landinum farna 12 mánaðarskeiðið, sambært Hagstovuni. Rokna vit fráflytingina í mun til fólkatalið, hevur hon ongantíð verið minni tey síðstu hálvthundrað árini, so langt sum hagtalsgrunnurin hjá Hagstovuni røkkur. Meðan fráflytingin nú fimta árið á rað hevur lagt seg á eitt javnt lágt støði á umleið 1.200 fólk árliga, so veksur hinvegin tilflytingin framvegis. Tilflytingin er nú komin upp móti 1.800 fólkum árliga. Samanlagda úrslitið av minni fráflyting og størri tilflyting er, at nettotilflytingin er vaksin í stórum. Hetta merkir, at nettotilflytingin ongantíð hevur verið so stór sum nú hvørki í tali ella lutfalsliga. Samanbera vit hetta árið við tey heldur vánaligu árini 2009 13, so er árliga fráflytingin nú eini 550 fólk minni og tilflytingin eini 500 størri. Tí er ein negativ nettoflyting uppá umleið 500 fólk vend til eina positiva nettoflyting upp á umleið 550 hetta seinasta 12 mánaðarskeiðið 2018 19. Kend løg eru Like a Prayer, Express Yourself, og Oh Father. Talan er um fjórðu vanligu útgávuna hjá Madonnu, og hon er eisini tann fjórðmest selda útgáva hennara við upprunatilfari. Umleið 15 millionir seld eintøk. Í skrivi frá felagnum stendur, at aðalfundurin er samdur um at átala hugburð og framferð hjá politiska myndugleikanum og fyrisitingini mótvegis fakligu leiðsluni. Millum annað verður víst á, at politiski myndugleikin heldur raðfestir ein stjóra, ið heldur játtanina, enn eina fakliga leiðslu. Hetta verður sagt í sambandi við fráfarna stjóran á Landssjúkrahúsinum. Um fremsta uppgávan er, at játtanin skal haldast, verður tað ómøguligt at hava visjónir fyri at menna tænastuna til gagns fyri allar sjúklingar og borgarar, stendur í skrivinum. Kringvarp Føroya hevur seinnu árini lagt seg eftir at hava hæddarpunkt frá fremstu fótbóltskappingini hjá monnum tøk á kvf.fo sum skjótast. Hetta ber ikki til meira. Televarpið hevur keypt rættindini frá Fótbóltssambandi Føroya, og avtalan forðar fyri, at hetta nú kann lata seg gera. Hæddarpunkt frá øðrum umfari í Betrideildini vera tó í 3 2 mánakvøldið. Tá er eisini lutakast um fyrsta umfar í Løgmanssteypinum í sendingini. Í skrivi frá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar verður millum annað víst á, at politisku myndugleikarnir og fyrisitingin heldur raðfesta ein stjóra, sum heldur játtanina, enn eina fakliga leiðslu. Guðstænastan varð í dag send úr Vestmanna kirkju. Marjun í Kálvalíð, prestur, prædikaði. Deknur var Herit Magnussen, við orglið sat Jákup Fonsdal og klokkari var Jóan Petur Petersen. Tøkningur í kirkjuni var Finnur Hansen, og í studio var Leivur Thomsen. Sálmarnir, ið sungnir vórðu 537 Vermir nú ta stirdu jørð 340 Sum hjørtur á løkirnar stundar 148 Kvinna O, tín trúgv er sterk, Og eftir prædiku 192 Mín Jesus, lat mítt hjarta fá 1 Harra guð títt dýra navn og æra. Áhugin at lesa løgfrøði í Føroyum er ógvuliga stórur, og tí er tað týdningarmikið, at Setrið eisini gevur ungum føroyingum henda møguleikan, heldur Hanna Jensen, landsstýriskvinna í útbúgvingar og granskingarmálum. Umboð fyri Sambandsflokkin hevur gjørt vart við, at einir 70 føroyingar lesa løgfrøði í Danmark í løtuni, og tí er ikki brúk fyri fleiri føroyskum løgfrøðingum nú. Hon vann silvur í 200 blandaðari svimjing í gjár, leygardagin, og í Í dag hevur hon vunnið bronsu í 200 frí og silvur í 100 firvald. Tróndur Ravnsfjall, ítróttarráðgevi hjá Parasport Føroyar og ferðaleiðari, sigur, at hetta fyrst og fremst er ein sera stór uppliving fyri føroyska ferðalagi. Á føroyska Special Olympics liðum eru Bjørt Hermansen, Eyð Patursson, Súsanna Johannesen og Jenny Solveig Thomsen, sum luttaka í rútmiskum fimleiki. Heidi Eliasen og Signa Vár Joensen skulu umboða Føroyar í svimjing. Meiken Salberg Olsen og Rúni Jacobsen luttaka í frælsum ítrótti, meðan Hilda Halla Poulsen, forkvinna í Brexitbólkinum hjá Landsstýrinum, sigur, at tað framvegis er púra ógreitt, hvat bretar fara at gera í Brexit høpi. Valið til Evropaparlamentið verður í mai og fer at virka í juli. Tí er umráðandi at avtala er fingin í lag í seinasta lagi 30. juni. Hetta fer helst ikki at hava nakra ávirkan á okkum í Føroyum, tí vit hava fingið eina avtalu í lag við bretar, sum fær virknað, tá teir fara úr ES, sigur Halla Pousen, forkvinna í Brexitbólkinum. Støðan 1. B36 6 stig 2. Víkingur 4 stig 3. NSÍ 4 stig 4. TB 3 stig 5. Skála 3 stig 6. AB 3 stig 7. KÍ 2 stig 8. HB 2 stig 9. EB Str 0 stig 10. ÍF 0 stig Kringvarp Føroya skipaði í fjør heyst fyri eini kapping, at skriva ein stuttdokumentar. Sjey stuttdokumentarar komu inn, og allir vóru at hoyra í útvarpsbiografinum. Søgan er løtt og greið, bæði soleiðis sum hon er fortald, men eisini brúk av ljóði og tónleiki, ið undirbyggir søguna væl. Hetta gevur søguni eitt lag afturat, ið er við til at skapa eina gjøgnumførda lurtarauppliving. Dómsnevndin, sum hevði umboð úr Danmark, Íslandi og Føroyum, sigur í grundgevingunum fyri at lata Elini Michelsen 2. pláss millum annað Lurtarin ferðast saman við frásøgufólkinum á hennara missión eftir at uppliva blindni og møtir yvirraskandi spurningum á vegnum um vakurleika, hugflog og longsul. Søgan er sera væl sett saman. Hetta er fyrstu ferð, at Kringvarp Føroya skipar fyri kapping at skriva ein stuttdokumentar. Eftir ætlan verður nýggj kapping skrivað út í heyst. Miðverjin á føroyska landsliðnum, Sonni Ragnar Nattestad, hevur givið avboð til EM undankappingardystirnar ímóti Malta og Rumenia. Jeff Lynne í Electric Light Orchestra og australiumaðurin John Farrar vórðu bidnir at skriva løgini til henda film, Xanadu , ið sum filmur var miseydnaður søluliga, men hvørs tóneikur varð væl dámdur. Og keyptur. Vinmenninir George Michael og Andrew Ridgeley mannaðu Wham, sum í 1983 var blivið eitt heimsnavn, tó Make It Big varð tað heilt stóra gjøgnumbrotið í USA. Henda Temaplátan í Plátubarrini varð gjørd við lítlari freist, tá deyðsboðini av George Michael knappliga hoyrdust á jólum í 2016. Sendingin er frá 2. jólakvøldi somu jól. Onnur kend løg eru Material Girl , Angel , og Love Don t Live Here Anymore . Nile Rodgers úr Chic framleiddi plátuna, her synthesizarar spæla ein stóran leiklut. Hetta var hennara fyrsta talgilda upptøka. Talan er um ta Madonnu úgávu, sum hevur selt mest á heimamarknaðinum, USA, meðani True Blue frá 1986 hevur størstu tølini í heimshøpi. Everybody Wants To Rule The World og Shout eru kendastu stakløgini á útgávuni Songs From The Big Chair aðru útgávu bólksins frá 1985. Vit hava ikki somu fatan av støðuni, sigur Turid Arge, sum tó harmast um at Jóanis Erik Køtlum segði upp eftir bara 14 mánaðum í starvinum. Í uppsagnarbrævinum, Jóanis Erik Køtlum sendi landsstýriskvinnuni Sirið Stenberg og aðalstjóranum Turid Arge fríggjakvøldið 8. mars, skrivar hann millum annað soleiðis Dropin, sum fekk bikarið at flóta yvir, var fundurin í dag um játtanina 2018 og 2019, har eg enn einaferð upplivi eitt stórt misálit á meg sum stjóra Ráðið hevur ongan heilsufakligan førleika, ráðið hevur ikki álit á sjúkrahúsleiðsluni, og harafturat stýrir aðalráðið heilsuverkinum niður í smálutir ljóðar skotsmálið frá Tummasi í Garði. Turid Arge, aðalstjóri í Heilsu og Innlendismálaráðnum, vísir øllum atfinningum aftur. Spurd, um ráðið umhugsar at biðja Jóanis Erik Køtlum koma aftur til arbeiðis, svarar Turid Arge Hoyr samrøðu við Turid Arge við at trýsta á pílin undir myndini. Samrøðan var í útvarpstíðindunum á middegi fríggjadagin 15. mars. Børnini hjá Agga Niclasen eita Sadie Sigurrós, Malaki, Maika Margreta og Anna Bella. Og nøvnini hjá børnunum hjá Unn Krákustein eru Geyti og Summar. Hetta eru heldur øðrvísi nøvn, men bæði tvey siga, at tað er ein fyrimunur at hava eitt serligt navn. Eisini vísa tey á, at tað finnast so nógv løgin nøvn, sum eru blivin vanlig, tí so nógva eita tey, og tí má ein vera opin fyri nýggjum og øðrvísi nøvnum. Jóanis Erik Køtlum hevur verið ein sera góður stjóri, og vit ynskja hann aftur í starvið, sigur høvuðssamstarvsnevndin, sum í sama viðfangi biður Heilsumálaráðið lurta eftir fyrrverandi sjúkrahússtjóranum og taka hansara útsagnir í størsta álvara. Opna brævið frá høvuðssamstarvsnevndini í Sjúkrahúsverki Føroya skal lesast sum ein stórur stuðul til nú fyrrverandi sjúkrahússtjóran, Jóanis Erik Køtlum, sum segði upp fríggjadagin 8. mars, sigur Svend Erik Saxov, talsmaður fyri høvuðssamstarvsnevndina. Í brævinum til Sirið Stenberg verður víst á, at starvsfólkini í sjúkrahúsverkinum undir leiðslu av Jóanis Erik Køtlum hava upplivað eitt mennandi, gevandi og professionelt samstarv, sum hevur breitt seg gjøgnum alt sjúkrahúsverkið, millum sjúkrahús, deplar, deildir, fakbólkar og starvsfólk. Høvuðssamstarvsnevndin sigur seg undrast á, at landsstýriskvinnan í heilsumálum ikki vil kennast við teir trupulleikar, ið Jóanis Erik Køtlum vísir á. Tá Jóanis Erik Køtlum vísir á, at hann upplivir tvørrandi samskifti við Heilsu og Innlendismálaráðið, og saknar stuðul og virðing frá tí politiska og fyrisitingarliga, eru vit sannførd um, at hann ikki tekur hetta úr ongum, skrivar samstarvsnevndin. Vit hava ein stjóra, sum dugir væl at samskifta, og tað á ein virðiligan hátt. Tí taka vit tað fyri fult, tá hann í síni uppsøgn vísir á ógvuliga vánaligt samskifti millum seg á Heilsu og Innlendismálaráðið, sigur Svend Erik Saxov. Velur tú eitt navn, sum ikki er at finna í listanum yvir góðkend, føroysk fólkanøvn, so skal navnanevndin taka støðu til, hvørt tú kanst brúka navnið til barnið ella ikki. Í morgunsendingini greiddu formaðurin, Anfinnur Johansen, og Heri Joensen, nevndarlimur, frá, hvussu navnanevndin tekur støðu til tey navnauppskotini, sum nevndin javnan fær. Luttakarar Petur Hans Dahl, Anfinnur Johansen, Heri Joensen, Agga Niclasen, Unn Krákustein, Jarnhold Nattestad, Sigurgunn Kjelnæs og Tóra í Niðuristovu. Nú er greitt, hvørji lið hittast í hálvfinalunum í Okkara deildini. Onnur hálvfinalan verður millum H71 og VÍF, meðan Neistin og Kyndil skulu spæla hina. Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum eigur tí at koma í løgtingið við einum lógaruppskoti, sum gevur hybridbilum sama avgjaldslætta sum elbilar fáa. Løgtingið fer í morgin at atkvøða um uppskotið hjá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, um at sleppa elbilum og vetnisbilum undan virðisgjaldi í 2020 eisini. Landsbankin sigur, at lágt búskaparligt virksemi í evrulondunum ger, at rentan er lág. Og nógv evrulond hava lutfalsliga stóra skuld. Evrulondini eru londini, sum brúka evruna sum gjaldoyra. Evropeiski miðbankin heldur rentustiginum niðri fyri at stimbra virksemið í evrulondunum og fyri at lætta um skuldarbyrðuna hjá mest skuldartyngdu londunum. ECB hevur keypt tí lánsbrøv fyri nógvar pengar. Hetta hevur økt um pengamongdina á evrumarknaðinum seinastu árini, og soleiðis verður rentan trýst niður. Rentan, sum Føroyar rinda fyri lán, er minkað nógv seinastu átta árini. Rentan hjá landskassanum var triðingin størri í 2011 enn hon er nú. Hon var líka yvir trimum prosentum í 2011. Nú er hon stívliga eitt prosent. Landið skyldar 4,6 milliardir krónur, og var rentan nú tann sama sum hon var í 2011, kostaði hon landskassanum 90 milliónir krónur meira, sigur Landsbankin. Og Føroyar kunnu tryggja sær eina lága rentu í nógv ár, um landsstýrið tekur fleiri langfreistað lán, sigur Landsbankin. Tey geva sum frá líður lægri rentu og minni váða. Landsbankin mælir til at taka langfreistað lán. Seinna steypakappingin varð avgreidd um vikuskiftið, og tá stigini vórðu givin, var tað greitt, at liðið eisini setti føroyskt met. 70 dartspælarar úr Føroyum, Danmark, Svøríki og Íslandi hava kappast um vikuskiftið í stórari dartkapping, sum eitur Tórshavn Open. Lýdia á Smið vann 6 4 í finaluni á íslendska meistaranum, Ingibjørg Magnúsdóttir, meðan Jan McIntosh vann á svianum, Roland Lenngren. Hesi fólk eru við í sendingini Janus Sørensen Andrias Justesen Jógvan Martin Hansen Jóna Joensen Anna Sofía Annefía Miðalberg Osvald Sivertsen Ólavur Sørensen Gulak Sørensen Petur Steingrund Eivin Sørensen Gongur skjótt hjá Vindrøkt ay fáa øll loyvi til nýggja vindmyllulund í norðara parti av Hoyvíkshaganum, kann verða klárt at framleiða streym longu tíðliga í heyst. Karina Lykke Grand, sum starvast sum lektari í listasøgu á universitetinum í Aarhus, tekur við starvinum sum stjóri á Listasavninum 1. august. Liðini koma at spæla soleiðis Fyrsta umfar 22. apríl Royn ella FC Hoyvík B68 Undrið FF KÍ EB Streymur Víkingur B36 07 Vestur B71 ÍF HB NSÍ TB FC Suðuroy Skála AB Ein dystur verður í einum undanumfari til Løgmanssteypið, og tann dystin spæla Royn og FC Hoyvík. Dysturin verður spældur 30. mars. Undan síðsta umfari í grundspælinum í bestu hondbóltsdeildini hjá monnum, stóð spenningurin um, hvørt Neistin, VÍF ella H71 endaðu á ovastu rók og harvið kundi vinna sær rættin til at velja sítt mótstøðulið í hálvfinalunum. Hoyvíkingar kundu tí sjálvir velja, hvørjum liði teir vilja møta. Og hoyvíkingar valdu VÍF. Tað merkir so, at hin hálvfinalan verður millum Kyndil og Neistan. Hálvfinalurnar verða spældar soleiðis mikukvøldið, hóskvøldið og sunnudagin. Dagur Klokkan Dystur Høll Mikudag 20. mars 20.00 VÍF H71 Vestmanna Hósdag 21. mars 20.00 Kyndil Neistin á Hálsi Sunnudag 24. mars 16.00 H71 VÍF Hoyvík Sunnudag 24. mars 18.00 Neistin Kyndil á Hálsi Hesi boð hava tey í panelinum til eina kvinnu, sum heldur at maðurin kanska er ov nógv av tí góða, tá hann svingar kvinnur heldur ógvusliga á dansigólvinum. Annars verður eisini komið kring spurningar sum hvat er at gera, tá tú skalt verja nýføðingar móti børnum, sum ikki eru koppsett, og hvat tú gert, hittir tú ein bilførara aftur, sum var sera óhøviskur í ferðsluni. Í panelinum hesaferð eru Janus Poulsen, Ása Andreasen og Dánjal Samuelsen Í fjør vár vóru 40 ár síðan fyrstu norsku hermenninir vórðu sendir í ST tænastu í Libanon. Teir komu beint í blóðugar hernaðarligar hendingar í 1978 og vórðu verandi í Libanon í 20 ár. Fiskamarknaðurin selir rættin at fiska 20.000 tons av svartkjafti á opnari uppboðssølu í dag klokkan eitt. Hesi rættindi eru galdandi í eitt ár. Fyrsta afturlatna uppboðssølan verður hósdagin. Tá verður rætturin at fiska góð 32.000 tons av svartkjafti seld. Talan er um rættindi í eitt ár, trý ár ella í átta ár. Í ár verða seld rættindini at fiska góð 6.000 tons av makreli, stívliga 52.000 tons av svartkjafti, 40.000 tons av sild og 3.000 tons av botnfiski í Barentshavinum á uppboðssølu. Uppboðssølan í dag er ikki tann fyrsta í ár. Í januar vórðu 1.276 tons av toski á Flemish Cap seld á uppboðssølu hjá Fiskamarknaðinum. Tann uppboðssølan var opin. Starvsmannafelagið krevur, at Fíggjarmálaráðið skal viðurkenna, at limir felagsins á Tjaldrinum ikki fingu yvirtíðarløn frá klokkan 12 00 fríggjadagin 9. juni til leygardagin 10. juni 2017 klokkan18 00. Manningin eigur yvirtíð fyri hesar tímarnar, sigur Starvsmannafelagið. Men tað heldur Fíggjarmálaráðið ikki. Málið fór í Fasta gerðarrættin í juli í fjør. Og í morgin er úrskurðarfundur í Fasta gerðarrættinum. Úrskurðarfundurin, sum er almennur, byrjar klokkan níggju í morgin ári í skúlastovuni hjá ALS á Tinghúsvegnum í Havn. Patrik Sjøberg var víðagitin fyri síni framúrskarandi evni sum hæddarleypari. Men tað, sum eingin visti, var, at hann bleiv kynsliga misbrúktur av venjara sínum, sum eisini gjørdist fosturpápi hansara. Ikki fyrr enn venjarin doyði, og Patrik Sjøberg ásannaði, at hann als ikki kendi nakra sorg, fann hann dirvi at fortelja umheiminum um sínar upplivingar. Nú kemur hann til Føroya at halda fyrilestur um misnýtsluna. Kringvarp Føroya skipaði í fjør heyst fyri eini kapping at skriva ein stutt dokumentar. Sjey stutt dokumentarar komu inn, og Elin Sólvør á Løgmansbø vann við stutt dokumentarinum Alopecia . Søgan er løtt og greið, bæði soleiðis sum hon er fortald, men eisini brúk av ljóði og tónleiki, ið undirbyggir søguna væl. Hetta gevur søguni eitt lag afturat , ið er við til at skapa eina gjøgnumførda lurtarauppliving. Alopecia er ein autoimmun sjúka, har eins egna immunverja leypir á hárholini og sjúklingurin missir hárið. Ongin lekidómur finst og eins nógvar kvinnur og menn verða rakt. Hann ók á skíð sum eingin annar í verðini. Sixten Jernberg doyði í juli 2012, 83 ára gamal í Mora. Lív hansara ber boð um ómetaligum framburði á skíðslóðini, og um Svøríki, ið var. Men eisini um, hvussu lívið kanska ikki gjørdist tað, ein hevði hugsað sær. SVT og Jens Lind fylgdu Sixten Jernberg ta seinastu tíðina í lívinum. Í barnaútvarpinum hesa vikuna fara ommur og abbar at greiða frá. Vit vilja hoyra, hvussu tað var, tá ið tey vóru børn. Hesa ferð fer Karin Kjølbro at greiða frá. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, fekk fyri løtu síðani handað 575 undirskriftir frá starvsfólkum á Landssjúkrahúsinum. Við undirskriftunum vilja starvsfólkini gera vart við sína ónøgd um skiftandi og óstøðugu leiðsluviðurskiftini á Landssjúkrahúsinum. Stigið at savna undirskriftir varð tikið, eftir at Jóanis Erik Køtlum segði seg úr starvi sum sjúkrahússtjóri, fríggjakvøldið 8. mars. Umleið 50 starvsfólk á Landssjúkrahúsinum vóru fyri løtu síðani í Heilsu og Innlendismálaráðnum, har Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, og Turid Arge, aðalstjóri, tóku ímóti teimum. Í Snipp snapp eru teknifilmar, ið eru ætlaðir smáum børnum. Snipp snapp er hvørt mikukvøld og verður endursent hósdag og um vikuskiftið. Men í løtuni er ikki greitt, um hann heldur fram í Horsens. Sáttmálin gongur út í desember í ár, og í løtuni umhugsar Hallur framtíðina. Í løtuni fái eg ikki sagt, hvar eg spæli í 2020, men eg vóni, at tað er avklárað innan alt ov langa tíð., sigur Hallur Hansson við Kringvarpið. Føroyar høvdu sína fyrstu ábending í morgun, og har var ábending um, at Hallur Hansson kemur at manna sentrala miðvøllin saman við Brandi Olsen og Rógva Baldvinsson. Hvør er upprunin, landafrøðin og søgan hjá írska fólkinum og írsku republikkini. Tað viðgera vit saman við Hans Holm, landafrøðingi. Vit siga, at írskir munkar vóru teir fyrstu at koma til Føroya, men í dag eru fáir írskir statsborgarar í Føroyum. Vit hava hitt ein, tað er Kevin James Welby, sum er giftur til Føroya. Eins og fáir írar eru í Føroyum, eru eisini fáir føroyingar í Írlandi. Men vit hava fingið orðið á tveir teirra, um teirra gerandisdag, og um hvussu írska samfelagið sær út úr føroyskum sjónarhorni. Tey eru Sigmund Vestergaard og Lissy Durhuus Ryan. Írskur fólkatónleikur er eyðkendur. Vit tosa við Kristian Blak um írskan fólkatónleik, og vit fara eisini eina snarferð í írskum populertónleiki. Og so tosa vit við danska sendiharran í Írlandi um, hvat hevur verið á politisku dagsskránni í Írlandi seinastu árini, og um hvørja ávirkan Brexit kann fáa í Írlandi. Brexit er eitt av teimum mest umrøddu politisku evnunum í Írlandi í løtuni. Brexit hevur størri týdning fyri Írland enn fyri nógv onnur lond í Evropa, tí ein stórur partur av útflutninginum hjá Írlandi fer til Bretlands, men eisini tí Brexit kann ávirka støðuna millum Írland og Norðurírland. Tað vísur Uffe Balslev, danskur sendiharri í Írlandi á. Hann sigur tó, at Írland útflytir til nógv onnur lond, og hevur havt stóra fíggjarliga framgongd seinnu árini, og tí er fíggjarliga ávirkanin ikki hættislig. Men verður markamóti millum Norðurírland og Írland herðað hevur hetta við sær, at flytførið millum londini verður verri. Hetta hevur abvjóðingar við sær, tí eitt nú arbeiða nógvir írar í Norðurírland og umvent. Eitt hert markamót er eisini í stríð við friðaravtaluna, sum varð gjørd millum katolikkar og protestantar í Norðurírlandi í 1998, og sum bretska og írska stjórnin og 71 prosent av norðurírska fólkini stuðlaði. Stjórnirnar í Bretlandi og Írlandi stúra tí fyri, at Brexit kann fáa stríðið í Norðurírlandi at kykna aftur, vísur Uffe Balslev á. Hann sigur tó, at tað er ikki vist at Brexit fer at birta uppundir harðskapi, tí tað er bert ein sera lítil partur av norðurírum, sum framvegis eru sinnaðir at fremja harðskap og yvirgang. Lurtið eftir samrøðuni við danska sendiharran í Dublin. Vit tosa við hann um, hvat hevur myndað politiska kjakið í Írlandi seinastu árini, og hvønn týdning kann Brexit fáa fyri Írland og Norðurírland. Í løtuni framleiðir vatnorkuverkið fimm kilowatt tímar meira, enn Zarepta brúkar, men hesir kilowatt tímarnir fara í løtuni fyri einki. Tað fekk Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, at vita, tá umleið 50 fólk handaðu henni 600 undirskriftir við mótmælum. Sum fyrireiking til EM undankappingina hjá kvinnum, sum byrjar í heyst, fer føroyska A landsliðið til Litava fyrst í komandi mánað, har tveir venjingardystir eru á skránni. Hópurin Monika Biskopstø Aab Danmark Birita B. Nielsen ÍF Víkingur B68 Birna T. Mikkelsen EB Streymur Skála Lív F. Arge Sundby Danmark Rakul V. Magnussen EB Streymur Skála Heidi Sevdal HB Ásla Johannesen FC Nordsjælland Danmark Eyðvør Klakstein KÍ Rannvá B. Andreasen KÍ Olga Kristina Hansen KÍ Margunn Lindholm Sundby Danmark Jóna Nicolajsen B36 Katrina Akursmørk KÍ Julia N. Mortensen HB Ása á Reynatúgvu HB Rebekka Benbakoura HB Sara S. Lamhauge HB Jacoba Langgaard ÍF Víkingur B68 Nadja Dam Johannesen HB Rebekka E. Danielsen Hinna FK Noregi Tað boðar Taks frá í tíðindaskrivi. Taks hevur seinastu árini kannað, hvusssu nógv fólk uppplýsa TAKS um leiguinntøku sína, tá tey leiga út gjøgnum Airbnb. Úrslitið vísir, at bert helvtin av útleigarunum ger hetta. Sambært uppteljing, sum Taks hevur gjørt, er talið av leigumálum á Airbnb tvífaldað á hvørjum ári síðani 2015. Við árslok 2018 vóru 551 føroyskir bústaðir skrásettir hjá Airbnb, og sambært kanningum hjá TAKS eru tað 430 persónar og feløg, sum eiga hesar bústaðir. Taks fær ongar upplýsingar um leiguinntøkur frá fyritøkuni handan Airbnb, og tí hevur talan verið um tíðarkrevjandi eftirlitisarbeiði. Fleiri onnur lond hava sama trupulleiki, og fleiri lond hava tí kravt, at Airbnbn upplýsir fyri skattamyndugleikunum, hvørja leiguinntøku fólk hava á tænastuni hjá teimum. Fólk, sum hava leigu inntøku, hava skyldu til at upgeva inntøkuna. TAKS boðar í tíðindaskrivinum frá, at Taks komandi tíðina fer at varpa ljós á, hvussu inntøka frá húsaleigu skal gevast upp til skattingar. Havnar Tennisfelag og Tennissamband Føroya hava í felag skrivað sáttmála við Pablo Merin fyri alt 2019. Tað merkir, at Pablo Merin kemur bæði at vera liðvenjari og landsliðsvenjari. Tað boðar Tennissambandið frá á Facebook. Pablo Merin, ið er ættaður úr Argentina, kemur at standa fyri regluligum venjingum fyri bæði børnum og eldri á vallunum í Gundadali. Fyrsta venjingin verður fyrst í apríl. Oyggjaleikirnir á Gibraltar standa fyri framman. Fyrireikingarnar eru byrjaðar, og landsliðið verður úttikið í næstum. Tennis hevur ongantíð verið millum størstu ítróttargreinarnar í Føroyum og umstøðurnar at spæla tennis hava ongantíð verið serliga góðar. Ætlanir eru nú sambært Tennissambandinum, at skifta undirlagið á vallunum í Gundadali út við grasslíki, ið hóskar seg betur til veðurlagið her heima. Ljósmastrar skulu setast upp, so spælast kann longur út á árið. Og eisini er ætlanin at byggja eitt felagshús, sum millum annað vil gera tað høgligari at spæla tennis og styrkja um felagskapin, sigur sambandið í fráboðan á facebook. Bóndafelagið er harðliga ímóti ætlaðu kópalógini, sum skipar ella bannar kópaveiðu í Føroyum. Tað kemur til sjóndar í hoyringsskrivi frá Bóndafelagnum. Løgtingið viðger uppskotið í morgin. Higartil hevur eingin lóg verið neyðug fyri at regulera kópaveiðu í Føroyum. Alarar hava stundum tikið kóp, sum hevur verið til ampa fyri alarar, men sæð burturfrá tí, so hevur kópur als ikki verið veiddur í Føroyum seinastu mongu árini. Tað er atliti til útflutningin av alilaksi til USA, sum ger at neyðugt er við eini føroyskari kópalóg. Skal føroyskur laksur útflytast til USA, skal landið, í hesum føri Føroyar, seta forboð fyri at drepa kóp tilætlað í sambandi við alivirksemi. Men Bóndafelagið heldur tað vera burturvið, at útlendsk krøv avmarka rættin hjá øllum føroyingum at gagnnýta eitt tilfeingi, sum føroyingar hava havt møguleikar at gagnnýta í øldir. Uppskotið ómyndugger føroyingin, sum nú skal biða um loyvi, frá allmennum stovni, fyri at fáa sær eitt kók av kópatvøsti og øðrum gagni veiðan gevur. Vit mugu ongantíð gera neyðsemju um okkara rætt, til eina og hvørja tíð, at kunna gagnnýta tað livandi tilfeingi, í hesum førinum kóp, sum er í føroyskum sjóøki. Tjóðin eigur hesi ómissandi rættindini. Hettar er hjartablóð, sum eingin nakrntíð kann seta spurnartekin við. Stovnurin av láturkópi var fyrr møguliga umleið 3.000 kópar, men verður nú mettur at vera umleið 1.000 2.000 í tali. Nógvur kópur var tikin frá 1963 1967, tá virðisløn varð latin fyri hvønn dripnan kóp, men síðan henda skipan steðgaði, hevur eingin kópaveiða verið. Vitanin um stovnin er ikki stór, og hagtøl fyri tiknan kóp hava ikki verið savnað. Tí er neyðugt at fáa meiri vitan um kópastovnin, og øll veiða og tøka má vera burðardygg, skrivar Fiskimálaráðið í viðmerkingunum til uppskotið. Bretski forsætisráðharrin, Theresa May, fer at biðja ES um at freistin hjá bretum at fara úr ES, verður longd við stuttari freist, í mesta lagi til 30. juni. Tað sigur talsmaðurin hjá forsætisráðharranum í morgun. Brævið verður sent til Bruxelles seinnapartin í dag, áðrenn Theresa May fer á toppfund í ES, sum verður í morgin og fríggjadagin. Í gjár boðaði bæði týska og franska stjórnin frá, at um einki nýtt uppskot kemur frá bretum um brexit, so má landið úr ES 29, mars, uttannakra avtalu. Á toppfundinum í morgin, skulu leiðararnir í hinum ES londunum, taka støðu til, um bretar fáa longda freist til at fara úr ES, sum stjórnin hevur biðið um. Tað er neyðugt at bretska stjórnin kemur við eimum ítøkiligum uppskoti um, hvussu farast skal fram, so loysn fæst á støðuni sum er íkomin, sigur franski ráðharrin, sum vísir á, at øll tey 27 ES londini skulu vera samd, um bretar skulu fáa longri freist. Hann ger greitt, at eingin orsøk er til at leingja freistina, uttan so, at bretar koma við einum ítøkiligum uppskoti um, hvussu farast skal fram. Hann vísir á, at tolið hjá ES er um at vera uppi. Sj alvur sigur hann seg vera fyri, at ein avtala fæst í lag, tí tað er tað besta fyri allar partar, sigur MIchael Roth. Undirhúsið í Bretlandi hevur tvær ferðir felt eitt uppskot til avtalu, sum Thersa May, forsætisráðharri gjørdi við ES í fjør. Hon ætlaði at atkvøðugreiðsla aftur skuldi vera í hesi vikuni um uppskotið, men tí forðaði formaðurin í parlamentinum, John Berkow fyri. Hann hevur boðað frá, at eingin atkvøðugreiðsla verður, uttan so, at uppskotið til avtalu verður munandi broytt. ES vil ikki samráðast um nakra nýggja avtalu, tí ES londini hava samtykt avtaluna, sum bretska parlamentið ikki vil samtykkja. Í barnaútvarpinum hesa vikuna fara ommur og abbar at greiða frá. Vit vilja hoyra, hvussu tað var, tá ið tey vóru børn. Hesa ferð fer Theodor Hansen at greiða frá. Í barnaútvarpinum hesa vikuna fara ommur og abbar at greiða frá. Vit vilja hoyra, hvussu tað var, tá ið tey vóru børn. Hesa ferð fer Sólrún Michelsen at greiða frá. Einki barn kemur til hondbólt fyri at sita á bonkinum. Tí skulu øll eisini hava møguleika fyri at læra at spæla hondbólt og verða partur av tí felagsskapinum, sum tú finnur í hondbóltsumhvørvinum. Sum venjari hjá børnum og tannáringum hevur hon altíð hugsað, at øll skulu fáa møguleikan at spæla hondbólt og læra spælið. Tað merkir tó ikki, at øll blíva góð. Kroppar mennast so ymiskt, men tað er ikki altíð tey, ið hava stórt talent, ið blíva tey bestu. Tey, sum ikki duga best frá byrjan av, vilja ofta gera meira við at venja og læra seg, og tað merkir, at aftan á nøkur ár kunnu tey so at siga yvirhála tey, sum mann annars helt fóru at verða best, tí tey høvdu talent, sigur Svanna Hanusardóttir. Undan dystinum var Føroyar eitt stig frammanfyri Malta, og við 1 1 javnleikinum eydnaðist tað Føroyum at halda sær í næstniðasta styrkisbólkinum. Føroyar fingu fýra stig í kappingini, meðan Malta við sínum trimum stigum endaði niðast, og tí eisini bleiv styrkismett niðast til EM undankappingina, sum byrjar leygardagin. Gianluca Lia er journalistur hjá blaðnum Times of Malta. Hann sigur við KVF, at bæði miðlarnir í Malta og fjeppararnir vóru vónbrotnir eftir javnleikin ímóti Føroyum. UEFA Nations League var ein kapping, har vit spældu ímóti liðum, sum eru á sama støði sum vit ella kanska beint omanfyri, og tí var tað eitt vónbrot, at vit endaðu aftast í bólkinum. Tað sum órógvaði fólk mest, var ikki sjálvt úrslitið ímóti Føroyum, eitt stig er hóast alt eitt stig. Men tað var mest av øllum avrikið hjá maltesiska liðnum. Venjarin hevði undan dystinum sagt, at liðið fór at spæla álopsfótbólt og við tí fara eftir sigrinum, sum kundi syrgja fyri, at vit ikki endaðu niðast. Men soleiðis bleiv tað ikki. Eg vil siga, at ein part av dystinum hevði maltesiska liðið trupulleikar av, at føroyingarnir vóru kropsliga sterkari. Vit høvdu kanska fleiri málmøguleikar, men ein hevði kensluna av, at tá føroyska liðið hevði meira at bjóða, tá teir fóru í síni álop. Tá flyta vit millum annað annan miðverjan niðan í álopið. Men tað sannførdi ikki meg um, at vit vildu nokk við okkara álopsspæli. Í løtuni tora maltesisk fótbóltsfólk ikki veruliga at vænta nakað. Um vit nú siga, at hesin dysturin skal vinnast, hvat gera vit so um vit skuldu tapt Men tapa vit fyri Føroyum so kemur kritikkur, tað er heilt sikkurt. Soleiðis er maltesiska mentanin, serliga tá tað kemur til fótbólt. Hesaferð hevur hann tikið yngri spælarar við í hópin, sum koma við eldhuga, og tað kann koma óvart á Føroyar at møta onkrum av hesum spælarunum á vøllinum. Persónliga vænti eg ein javnan dyst, tá hugsað verður um spælbýti og málmøguleikar. Dysturin verður helst avgjørdur av einum einstaklinga avriki. Tó verður tað trupult fyri okkum, um dysturin verður merktur av nógvum fysiskum spæli, tí har eru føroysku spælararnir sterkari , sigur Gianluca Lia við Kringvarpið. Gianluca Lia heldur, at tað er ein trupulleiki fyri landsliðið, at maltesiskir spælarar ikki í nóg stóran mun royna at koma út um Malta at spæla Ein trupulleiki er, at fótbóltsspælarar á Malta liva ov væl. Her er gott at vera, tú tjenar nógvar pengar og tú ert saman við vinum og familju. Eg haldi, at teir hava trupult við at fara úr sínari komfortsonu. Og tað er ikki gott, tí tað hevur við sær, at støðið á landsliðnum stendur í stað, og um tú spyr meg, so gongur tað skeiva vegin. Eg vóni, at teir ungu spælararnir, sum nú fáa møguleikan á A landsliðnum hjá Malta fara at royna at spæla fyri útlendsk feløg, sigur Gianluca Lia frá Times of Malta. Á írska tjóðardegnum hevði Nón temadag um Írland, sum ofta verður nevnt Grøna oyggin. Hans Holm, landafrøðingur, greiddi frá fólkinum, landinum, málinum og søguni. Hoyr samrøðuna her. Bjarni Arge gjørdi saman við tveimum øðrum satirusíðuna Føroya Portalurin, sum fekk føroyingar at flenna og láturin er ikki steðgaður, tí í dag ger hann saman við Jóan Paula Dahl Jakobsen podcastin Amatøroyar, sum í dag er í 24 pørtum, og sum tilsamans hava 120.000 avspælingar. Í morgunsendingini í morgun spurdu vit hann, hvat skal til fyri at fáa fólk at flenna, hvar markið gongur millum tað skemtiliga og tað meira óreina, og um hann dugir at flenna eftir sær sjálvum. Hann greiðir millum annað frá, hvat eyðkennir føroyskan humor, og at vit í Føroyum ofta eru ov væl fyrireikaði vit mangla spontanitet, sigur hann. Spontanitetur er umráðandi, tí hann gevur okkum ofta nakað annað hann vísir okkum ofta, hvørji vit veruliga eru, sigur Bjarni Arge. Valfepurin er so smátt farin at gera um seg, og politisku flokkarnir eru byrjaðir at markera seg til tey bæði valini, sum eru fyri framman. Føroyingar skulu á val tvær ferðir í ár og nógv bendir á, at fyrru ferð krossurin skal setast verður á fólkatingsvalinum, sum skal vera í seinasta lagi 17 juni. Men fólkatingsvalið verður av nógvum mett at hava avmarkaðan týdning, og flokkarnir brúka munandi minni orku til valstríð til fólkatingið í mun til løgtingið. Valluttøkan er eisini munandi lægri til fólkatingsvalið enn til løgtingsvalið. Fólkatingslimir hava munandi fleiri pengar at arbeiða við enn løgtingslimir. Men hvønn týdning hevur hetta fyri politikkin og fólkaræði ES nevndin fer aftur at geva kt risanum, Google, ein bót fyri at hava brotið kappingarreglurnar í ES. Tað upplýsir ES nevndarlimurin í kappingarmálum, Margrethe Vestager. ES nevndin hevur givið Google eina bót upp á 1,49 milliardir evrur, ella umleið 11 milliardir krónur í okkara peningi, fyri ólógliga at hava misbrúkt sítt vald á marknaðinum til at samráðast um lýsingar á netinum, sigur Margrethe Vestager. Bótin er úrslitið av einari drúgvari kanning av AdSense tænastuni hjá Google, sum hevur fyritøkum møguleika at fáa fyrimunir í leititænastuni hjá Google. Margrethe Vestager sigur, at Google hevur misbrúkt sítt vald á marknaðinum í meira enn 10 ár, og tað hevur havt við sær, at aðrar fyritøkur hava ikki hava sama møguleika at gera seg galdandi á økinum. Í juli fjør fekk Google 32 milliardir krónur í bót, og nú hevur ES nevndin gjørt av, at Google aftur skal bøta 11 milliardir krónur. Fyrsta bótin varð latin, tí Google gav síni egnu tænastu, Google Shopping, fyrimun, og í fjør fekk Google bót fyri kappingaravlaging í samband við Android stýriskipanina til fartelefonir. 5. november vóru 100 ár liðin, síðani próstasonurin og listamaðurin Regin Dahl varð borin í heim. Og hóskvøldið gevur Sprotin út nýggja bók um Regin Dahl, Heimurin, ið hvarv útlagna tónaskaldið Regin Dahl og føroyska tjóðin , ið Knút Háberg Eysturstein hevur skrivað. Vit hitta høvundan fyrst í sendingini. Sunnudagin varð kunngjørt, hvør hevði vunnið fyrstu og aðru virðisløn í útvarpsdokumentarkappingini. Ein av dómarunum var Linda Mortansdóttir. Farna fríggjakvøld fór Klaksvíkar Sjónleikarfelag á pall við barna og familjuleikinum Kraddarin, ið er ein ævintýrleikur, sum Súsanna Tórgarð og Birita Mohr hava skrivað. Og fyrst í seinra tímanum ummæla vit leikin saman við Rudolfi Joensen. Komandi mánadag hin 25. mars, eru 200 ár liðin, síðani V. U. Hammershaimb varð føddur. Og ein, sum hevur granskað Hammershaimb, er Kim Simonsen. Tú kanst hoyra sendingina her Pál Weihe er gamal í garði í føroyska heilsuverkinum. Hann er formaður í Læknafelagnum og hevur verið læknastjóri í meia enn 10 ár. Aktuelli orðadrátturin millum politikarar um játtan og viðgerðir og eisini seinasta uppsøgnin hjá stjóranum í heilsuverkinum kemur ikki heilt óvart á. Men eitt hevur fest seg hjá Pál Weihe, og tað eru umbønirnar, sum koma úr øllum fakligum herðashorum í hesum døgum um at fáa heilsufakliga før fólk ímillum seg og so embætisverkið og politikararnar. Nú Sirið Stenberg, landsstyriskvinna, arbeiðir við at yvirtaka landslæknaembætið, heldur hann, at stundin er komin at stovna eitt Heilsustjóraembæti, sum skal fáa alla ta samlaðu játtanina uppá umleið 1,2 milliardir, og sum skal hava tvinnar høvuðsuppgávur at fáa sum mest burtur úr rakstrinum, umframt at leggja strategiskar heilsufakligar ætlanir fyri føroyska heilsuverkið. Byrjað verður við útgávuni Frændur II og vit enda við seinnu fløguni hjá Terja og Føstufressum. Av øðrum kann nevnast, at Terji Rasmussen fyrst í nítiárunum var við í sangleiki, umframt einari lagkapping. ST dómstólurin í Haag herdi í gjár, mikudagin, revsingina hjá fyrrverandi serbiska leiðaranum í Bosnia, Radovan Karadzic, upp í livlangt fongsul. Fyri trimum árum síðani varð hann dømdur 40 ára fongsulsrevsing fyri fólkadrápið í býnum Srebrenica í Bosnia í juli í 1995. Karadzic kærdi dómin. 24. mars í 2016 segði altjóða krígsbrotsmannadómstólurin fyri Jugoslavia, sum var, at Radovan Karadzic, sum nú er 73 ára gamal, var sekur í tíggju av tilsamans 11 ákærum. Dómstólurin segði, at Karadzic hevði ábyrgdina av, at 8.000 muslimskir menn og dreingir í Srebrenica vórðu dripnir. Hetta hópdrápið verður mett sum tað ringasta síðani seinna heimsbardaga. Dómstólurin segði eisini, at Karadzic stóð á odda fyri kringsetingini av bosniska høvuðsstaðnum Sarajevo í meira enn hálvt triðja ár. Tá Karadzic kærdi dómin um 40 ára fongsul í 2016, segði hann, at hann var eitt politiskt offur. Radovan Karadzic varð tikin í einum bussi í Beograd í 2008. Tá hevði hann verið jagstraður í 11 ár. Borgarakríggið í Bosnia frá 1992 til 1995 kravdi umleið 100.000 mannalív, og 2,2 milliónir fólk flýddu undan krígnum. Seinastu kærumálini frá krígnum á Balkan verða nú viðgjørd í ST dómstólinum í Haag. Málini vórðu flutt hagar, eftir at altjóða krígsbrotsmannadómstólurin fyri Jugoslavia, sum var, varð tikin av í 2017. Hesaferð er tema aftur fløgur úr hylluni, har verturin av tilvild havi tikið nakrar fløgur úr hylluni. í Sendingini hoyra vit millum annað Charlie Haden, Cassandra Wilson og Joe Lovano. Sjálv hevur Lena Anderssen útgivið fimm útgávur, og í hesi útgávuni av LEITISSTEIN er dugnaliga tónlistakvinnan samvertur. Hetta er aðruferð hon er tað. Konseptið er einfalt Meðan LEITISSTEIN spælir sangir hjá Lenu, so velur Lena sangir, ið henni dámar ella hava nakað at siga fyri hana. Í sendingini hoyra tit, umframt fleiri sangir hjá Lenu, eisini tónleik við The Police, The Beatles, Steely Dan, Mariu Anderssen, Anniku Hoydal og øðrum. Dagurin er móðurmálsdagur í Føroyum, og í Málteiginum tosar Elin Henriksen um skriftmálið fyrr og nú, um avbjóðingar og týdningin av móðurmálinum. Nú føroyska A landsliðið í fótbólti er farið undir sína 15. altjóða undankapping, verður spurningurin um tað eitur í ella á oyggj viðgjørdur. Victor Danielsen var prædikumaðurin, rithøvundi, týðari og skald. Hann hevur latið úr honum fleiri bøkur, týtt eini 900 andaligar sangir og yrkt eini 30 sálmar. Størsta verk hansara er fyrsta føroyska týðingini av bíbliuni. Nýggja Testamenti gav hann út á føroyskum í 1934 og Gamla Testamenti kom í 1939. Brúkaraeftirlitið avdúkar svik og kunnar teg um, hvussu tú kanst gerast smartari brúkari. Og er tað vandamikið at eta ov nógvar nudlur Luttakarar Leivur Frederiksen, Annita á Fríðriksmørk, Páll á Reynatúgvu, Ólavur Højgaard, Martin Joensen, Niels Olsen og Elin Henriksen. Óluva Klettskarð hevur verið virkandi forkvinna í Mentanarnevndini, síðani Hanna Jensen í Framsókn, sum var forkvinna, fór í landsstýrið. Jónleif Johannesen er komin í Trivnaðarnevndina fyri Djóna Nolsøe Joensen, sum fór úr tinginum, tá Rigmor Dam kom hagar úr landsstýrinum. Tá verður ikki longur ókeypis at brúka almennu løðingarstøðirnar hjá SEV. Og tá verður bíligari at løða bilin heima enn á løðingarstøðunum hjá SEV. Og tað verður bíligari at løða um kvøldið og náttina enn um dagin. Fólk kunnu læna eina løðingarstøð frá SEV og fáa ein góðkendan elinnleggjara at seta hana upp. Løgtingið hevur samtykt, at SEV kann geva lægri elprís fyri elbilar og hitapumpur. Hendan skipanin er komin undir land hjá SEV og kemur í gildi 1. apríl. Tann málaran og uppsetingina skulu fólk sjálvi gjalda. Verður bilurin løddur við eina almenna løðingarstøð, rinda fólk fyri hvønn minutt, bilurin stendur har. Hetta verður gjørt fyri at sleppa undan, at fólk brúka løðingarstøðirnar sum bilpláss og forða øðrum í at løða bilin. Prísurin verður eisini har hægri um dagin enn um náttina. Á almennari løðingarstøð kostar hann 45 krónur fyri 55 kilometrar. Tað er um dagin. Um náttina kostar hann 30 krónur. Verður bilurin løddur heima, kostar hann 18,90 krónur. Tá er talan um vanliga prísin. Við lægra prísinum, tí fyri elbilar og hitapumpur, er prísurin 13,90 krónur fyri 55 kilometrar. Hetta er, sambært SEV, bíligari enn bensin. Við galdandi bensinprísi, sum er 9,23 krónur fyri liturin, kosta 55 kilometrar 33,55 krónur. Tá er roknað við, at bilurin brúkar ein litur til 15 kilometrar. Tað svarar til 27 prosent at avlopinum, ella sjey krónur fyri hvørt partabrævið Nevndin mælir eisini til at velja Gunnar Nielsen í nevndina. Annars mælir nevndin til at velja Stine Bosse, Barbaru P. Vang, Kim Jacobsen, Jógvan Jespersen og John Henrik Holm aftur í nevndina. Ársaðalfundurin í dag skal eisini taka støðu til eitt uppskot frá nevnd bankans um at lækka partapeningin í bankanum úr 200 milliónum niður í 192 milliónir krónur. Men bankin ætlar at keypa fleiri egin partabrøv, tí nevndin biður aðalfundin um at leingja heimildina at keypa partabrøv til 1.mars 2024. Kring allan heim hevur útvarpsdokumentarurin sum genra brotið sær veg inn i playlistarnar hjá lurtandi fólkinum. Men hvat kann ein útvarpsdokumentarur og hvat er tað, sum fangar Hesir eru millum spurningarnar Linda Mortansdóttir fær í 25 minuttum hesaferð. Fyribilsleiðslan á Landssjúkrahúsinum fyrireikar umfatandi sparitiltøk, nú framrokningar vísa, at millum 20 og 30 milliónir krónur mangla í, bara fyri at varðveita virksemið í ár á sama støði sum í fjør. Higartil hevur leiðslan uppskot um sparingar fyri góðar 13 milliónir. Vit hava roynt at finna sparingar, sum ávirka sjúklingin sum minst, hóast hetta er ógjørligt. Tí kann ikki sleppast undan, at sjúklingar verða raktir, skrivar Margit Stórá, virkandi sjúkrahússtjóri, í svari til Heilsumálaráðið ígjár. Nakrar dagar frammanundan, hin 8. mars, fær Landssjúkrahúsið eitt slag yvir fingrarnar frá Heilsumálaráðnum. Hetta er sama dag sum sjúkrahússtjórin eftir fund við landsstýriskvinnuna og aðalstjóran tveitir handklæðið í ringin og sigur upp. Í skrivinum til sjúkrahúsleiðsluna stendur, at Heilsumálaráðið er júst vorið varugt við viðmerking frá landssjúkrahúsinum í roknskapargóðkenningaskipanini, har sjúkrahúsið í rapporteringini fyri januar mánað sigur, at 23 milliónir krónur koma at mangla í, bara fyri at halda status quo. Í somu viðmerking sigur sjúkrahúsleiðslan, at tá nýggjastu lønarhækkingnar verða tiknar við, kunnu koma at mangla einar 30 milliónir í. Tað áliggur stovnsleiðaranum at skipa soleiðis fyri, at játtanin verður hildin, og skal virksemið tí tillagast givna játtanarkarminum á løgtingsfíggjarlógini. Hon staðfestir, at yvirskipað eru tríggir ventilar at skrúva á At stýra játtanin betur enn higartit, at raðfesta viðgerðartilboð og avmarka talið av veitingum, ella at økja játtanina. Játtanina fær virkandi sjúkrahússtjórin einki gjørt við og tí hugsavnar Margit Stórá seg um tveir teir fyrstu møguleikarnar, tá hon leggur sína ætlan fyri Heilsumálaráðið. Virkandi sjúkrahússtjórin mælir til fylgjandi Fleiri seingjardeildir skulu steingjast í átta vikur í summar Øll viðgerð uttanlands, sum ikki er akutt, skal steðga beinanvegin Tilboðið til parkinson sjúklingar, serliga endurvenjingin, skal skerjast niður í helvt Ætlanin um at seta á stovn eitt svøvnapnø ambulatorium steðgar fyribils Harafturat skulu partar av tilbúgvingini skerjast burtur. Teistin skal ikki longur vera standby at flyta sjúklingar av Sandoynni til Havnar, tí tað klárar tyrlan einsamøll. Og serligi trýsttangin, sum landssjúkrahúsið hevur rikið í nógv ár, skal niðurleggjast. Í staðin kunnu sjúklingar við tørvi á viðgerð í trýsttanga flúgvast til Bergen. Seinasta spariátakið er at fáa heimild at senda eina rokning til Almannaverkið, hvørjaferð fólk undir 67 ár, eftir at viðgerðin er liðug, ikki kunnu útskrivast og tí taka pláss á sjúkrahúsinum. Her fara 800 seingjardagar, og tað kostar fýra milliónir krónur. Tilsamans spariátøk fyri 13,3 milliónir krónur. Talið skal setast upp ímóti teimum 20 til 30 milliónunum, sum mangla í, bara fyri at varðveita sama virksemi á landssjúkrahúsinum í ár, sammett við í fjør. Í løgtinginum í gjár upplýsti Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, at hon fyrireikar eitt uppskot um eykajáttan til sjúkrahúsverkið. Tað snýr seg um eina hending í danska Fólkatinginum fyrradagin. Tá bleiv Mette Abildgaard, sum er forkvinna í konservativa flokkinum og fyri stuttum blivin mamma, biðin um at fara út úr fólkatingssalinum. Tað var fólkatingsformaðurin, Pia Kjærsgaard, sum bað Mette Abildgaard um at fara úr salinum, og orsøkin var, at Mette Abildgaard sat har við dóttrini, sum er 5 mánaðir. Men hetta er eisini komið fyri í løgtingssalinum í Føroyum.Tað var í ár 2000, tá Annita á Fríðriksmørk noyddist úr løgtingssalinum við 5 mánaðar gamla soninum. Hvørji mál hevur Hallur sett sær sum spælari, og hvat krevur tað Bæði sum ítróttarfólk og ikki minst sum menniskja Eisini eru teir báðir, Hallur og Tróndur, afturlítandi og tosa um stórar løtur á føroyska A landsliðnum í fótbólti. Eftirlitsarbeiði hjá skattamyndugleikanum vísir greitt, at fólk, sum leiga út gjøgnum Airbnb, draga ov nógvar útreiðslur frá, tá ið tey geva leiguna upp til skattingar, ofta heilt upp í 55 prosent. Tá ið fólk draga ov nógv frá, so rinda tey ov lítlan skatt, sigur TAKS, sum heldur at vantandi vitan kann vera ein orsøk til, at fólk gera mistøk, sum TAKS málber seg. Tað er í flestu førum avmarkað, hvat kann dragast frá, tá ið leigað verður út gjøgnum Airbnb. TAKS sigur, at eitt rímiligt boð liggur um 10 15 prosent av leiguinntøkuni og ikki um tey 55 prosentini, sum nógv tykjast halda. Bara útreiðslur í sambandi við nýtslu og slit geva rætt til frádrátt, og ikki er loyvt til dømis at seta eini hús í stand til útleigu og so draga ístandsetingina frá, sigur TAKS. Donald Trump hevur hildið røðu í Lima í statinum Ohio. Hetta er ikki fyrstu ferð, at Trump hevur kunngjørt, at Islamskur Statur er niðurbardur. Longu 20. desember í fjør segði hann, at deildirnar, sum hava stríðst móti IS, høvdu sigrað. Fyrst í hesum mánaðinum varð sagt, at millum 1000 og 1500 IS hermenn vóru eftir á leiðunum við býin Banghouz í Sýria. Síðani hava í minsta lagi 300 IS hermenn givið seg yvir. Donald Trump segði í desember, at USA fór at taka allar sínar 2.000 hermenn úr Sýria. Men síðani hevur amerikanski forsetin sagt, at 400 amerikanskir hermenn verða verandi í Sýria til tess at forða fyri, at IS fær fótin fyri seg aftur. Sum leiðari á Barnaheiminum í Ummannaq hevur Ann Andreasen brotið upp úr nýggjum. Eitt nú hava børnini gjørt film, teknað og skrivað eina teknirøð við grønlendskum upprunasøgum, samstundis sum børnini eisini hava sítt egna symfoniorkestur. Tú kanst hoyra samrøðuna her Ann Andreasen tók við leiðsluni á Barnaheiminum í Ummannaq fyri 30 árum síðan. Vit hitta Ann Andreasen, sum fleiri ferðir ferðir hevur veitt íblástur og fingið viðurkenning. Hagafelag Føroya er sett á stovn fyri at tryggja almannarættin at ganga í haganum. Vit spyrja Magnus Gaard og Rúna Hjelm, næstforkvinnu, um endamál og ætlanir. Tað sigur Herálvur Jacobsen, sum eftir níggju góð ár sum formaður í Føroya Lærarafelag nú mynstrar av. Lærarin skal vera eldhugaður, og hann skal brenna fyri sínum faki. Hann skal duga at fáa samband við næmingarnar, fáa teir at luttaka í orðaskifti, og hann skal duga at leiða flokkin, so at dygdargóð undirvísing spyrst burturúr. Fólkaskúlin skal ikki bara brynja næmingar til víðari útbúgving, men til at megna sjálvt lívið, sum tey skulu liva frameftir. Og tann uppgávan má takast upp til kjak javnan millum skúlafólk og politikarar, sigur Herálvur Jacobsen. Herálvur Jacobsen var hósdagsgestur í Nón. Hoyr prátið við Herálv, har vit eisini koma inn á hansara tíð sum næmingur í Sørvágs skúla, um hansara besta lærara og um hansara áhuga fyri tónleiki, bókmentum og annað mangt. Tað verður ikki sprongt meira á Hústoft. Arbeiðið er steðgað, tí fólk í Lamba vístu á, at ætlanin samsvarar ikki við upprunaliga loyvið, sum friðingarmyndugleikarnir góvu í 1975, og tað hevur Landsverk nú viðurkent. Skal játtanin til sjúkrahúsini halda frameftir, er neyðugt at gera broytingar í mátanum, játtanin og viðgerðirnar verða raðfestar. Tað siga sjúkrahússtjórarnir í útgreining av meirnýtsluni í sjúkrahúsverkinum í fjør. Mátin at játta pengar til sjúkrahúsverkið eigur at verða endurskoðaður, sigur Pál Weihe, formaður í læknafelagnum og fyrrverandi læknastjóri. Fakfólk mugu gera árligar metingar av tørvinum, sjúkrahúsverkið hevur. Trupulleikarnir halda bara fram undir verandi skipan, sigur Pál Weihe. Myndugleikarnir eiga at gera meira fyri at eggja privatum at framleiða grønan streym inn á netið hjá SEV. Tað halda tey, sum hava bygt vatnorkuverkið hjá leguhúsinum Zarepta. Sangarin á fimtu útgávuni, Isolation , Fergie Frederiksen, var uppsagdur, tí hann illa megnaði at vera í einum so kendum bólki. Henda útgávan er minnið hørð enn tann frammanundan, men balladur sum Lea og Without Your Love gera hana góða. Eisini tað heldur lívliga lagið, Til The End , er eitt dygdaríkast til verikið frá 1986. Í hesari sendingini frá Plátubarrini hoyra vit um bólkin The Heartbreakers og onnur samstørv, sum Tom Petty hevði, eitt nú við Jeff Lynne. Vindferðin var omanfyri 50 m s onkrastaðni fyrr í morgun, og vindurin fer at vaksa uppaftur meir, sum líður á fyrrapartin, sigur danska veðurstovan, DMI. Hevur tú sæð okkurt, vit eiga at vísa okkara lesarum á kvf.fo, so vilja vit fegin frætta frá tær. Vit vilja eisini fegin frætta frá tær, sum líður á dagin, um tú tekur myndir í ringa veðrinum. Send okkum myndir og upptøkur. Vinarligst skriva, hvar myndirnar eru tiknar. Hvar eru tær bláu tyggigummikúlurnar endaðar Jensina skilir einki og má ringja til Eddi. Loyniliga Loynihurðin luktar serligt í dag, so tað er eyka spennandi at vita, hvar tey enda. Jensina ger papptallerkfløgg, ið líkjast fruktum. Illveður uppgangur vakurt ræðandi. Sarita Eriksen. Hevur tú eisini tikið myndir ella gjørt upptøkur í ringa veðrinum, so vilja vit eisini fegin frætta frá tær. Send okkum tínar myndir og upptøkur. Men londini løgdu eina við, at tað bert er galdandi, um hon fær parlamentið í London at samtykkja avtaluna sum hon gjørdi við ES í fjør. Theresa May bað hini ES londini um at leingja freistina til 30. juni. Samtyktin varð gjørd á toppfundinum hjá ES í gjárkvøldið, og toppfundurin er eisini í dag. Bretski forsætisráðharrin, Theresa May, hevur tvær ferðir roynt at fáa parlamentið at góðtaka avtaluna, men báðu ferð varð uppskotið felt. Theresa May ætlar at fáa eina atkvøðugreiðslu í parlamentinum aftur í bæstu viku, og verður uppskotið aftur felt tá, so er freistin bert galdandi til 12. apríl, gjørdu ES londini av. Eftir ætlan skuldi Bretland fara úr ES um eina viku, men fyribils er so freistin longd. Óvissan um brexit er tí størri enn nakrantíð Nú heita bæði arbeiðsgevarar og fakfelagsleiðslur á Theresu May, forsætisráðharra, um at hálsa um, og royna at fáa eina aðra loysn, tí landið er í vanda, skrivar The Guardian. Vit umboða milliónir av fólkum og í túsundatali av fyritøkum, og tí heita vit á teg um at hálsa um, og at finna eina aðra loysn, siga Frances O Grady og Carolyn Fairbairn í brævinum til forsætisráðharran, umboðani arbeiðsgevarar og fakfeløg. Tey leggja aftrat, at gongdin seinastu dagarnar ber brá av, at bretar fara úr ES, uttan nakra avtalu, og tað fer at merkja alt samfelagið, og fólkið í fleiri ættarlið, siga tey bæði. Bretski herurin hevur skipað eina deild við 3.500 hermonnum, sum skulu vera til reiðar, um Bretland fer úr ES, uttan nakra avtalu, tí øll vænta rukkulív, millum annað um Ermasund, skrivar Sky News. Skipað varð eisini fyri teljing í november, og tá var endamálið at fáa tøl fyri, hvussu stórur partur av ferðandi grágásini steðgaði á í Føroyum. Endamálið við hesi teljingini er at fáa meira vitan um, hvussu nógvar gæs koma til Føroya at reiðrast. Seinni verður kannað, hvussu nógvir ungar koma undan. Grágásin ein sólskinssøga Tað er týdningarmikið at fylgja gongdini í grágásastovninum, heldur Jóhannis Danielsen, lívfrøðingur, tí grágásin hvarv úr Føroyum fyri langari tíð síðani, tí honn varð veidd niður í onki. Grágásin er nú komin aftur til Føroya, og tað er ein sólskinssøga og nakað serstakt, heldur Jóhannis Danielsen. Tað er sjáldan, at eitt djóraslag, sum er horvið úr einum umhvørvi, kemur aftur, og tí er hetta serstakt , sigur Jóhannis Danielsen. Sjófuglagransking kann nýtast til veðurlagsgransking Havstovan hevur í nógv ár gjørt fuglateljingar av fleiri sjóguflum, og eisini merkt fleiri sløg av fuglum. Teljingarnar kunnu siga nakað um, hvussu stovnurin er fyri, og merkingarnar kunnu nýtast til ymisk granskingarendamál. Granskarar kunnu eitt nú fylgja ferðaleiðini hjá sjófuglunum, og granskað verður eisini í hvussu sjófuglar navigera. Eisini er samanhangur millum sjófuglagransking og gransking í veðurlagsbroytingum. Tí flytifulgar er eitt tað djóraslagið sum fyrst og harðast verður rakt av veðurlagsbroytingum. Broytist verðulagið, har sum flytifuglarnir koma frá, kann hetta elva til, at fuglarnir halda, at várið kemur fyrr, og fara teir tí ov tíðla norðureftir og verpa teir eisini ov tíðla. Hetta kann elva til, at teimum vantar føði, tí verðurlagið her norðuri og føðin í havinum ikki broytist í samsvar við ringrásina hjá flytifulgunum. Fólk kunnu luttaka í gásateljingini Talt verður leygardagin, og møguliga sunnudagin, og tað er týdningarmikið at talt verður samstundis, og í so stórum parti av landinum sum gjørlig, so somu gæs ikki verða taldar fleiri ferðir. Havstovan skrivar á heimasíðuni, at tey sum hava hug at hjálpa at telja grágæs, kunnu venda sær til Jóhannis Danielsen, lívfrøðing á Fuglakanningarstovuni á Havstovuni. Allir teljarar fáa útflýggjað eina stutta mannagongd, og seinni eina frágreiðing við úrslitunum frá teljingini í 2018 og 2019. Tað gevur meining at hjálpa pinkubørnunum og foreldrunum, sum ikki hava eina heilt lætta byrjan til lívið. Tá eg síggi hesi børnini nøkur ár seinni, føli eg veruliga, at eg havi valt rætta arbeiðið. Soleiðis sigur Elin Helena Sjóstein, sum farna vikuskiftið varð kosin ársins sjúkrarøktarfrøðingur 2019. Hetta bleiv kunngjørt á aðalfundinum hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar seinasta leygardag. Elin Helena Sjóstein úr hevur seinastu 16 árini arbeitt sum sjúkrarøktarfrøðingur. Í dag arbeiðir hon sum neonatalsjúkrarøktarfrøðingur og er varaleiðari á føðideildini. Tey hava vant OL vinnarar í fleiri áratíggju. Programmleiðarin Emil Harjo Indsetviken fer til Mer ker, har hann forvitnast eftir framtíðar OL talentum. Hvalurin er ógviliga stórur. Eg vildi gitt einar 20 25 metrar, men tað er trupult at meta um, sigur Janus Vang, ið hevur sent okkum upptøkurnar. Enn er ikki greitt, júst hvat slag av hvali, talan er um. Fólk á staðnum halda, at talan annaðhvørt er um eina royðu ella ein finnhval. Tað er eingin luktur av hvalinum enn. Hann er júst rikin inn, og varð fyrr í morgun sæddur á Velbastað, sigur Janus Vang, ið sjálvur er staddur í Kirkjubø. Hvalurin er deyður. Í løtuni er ikki greitt, hvat víðari skal henda við hvalinum, sum er rikin upp á land í Kirkjubø, siga fólk á staðnum við Kringvarpið. Jóhan Magnus Gunrim hevur givið fløgu út, sum er úrslit av hansara langa bardaga móti andaligum tunglyndi. Hann hevur verið og er sera virkin í samkomuhøpi og hevur sungið og spælt. Men hann gloymdi at løða upp, so hann kom at kenna seg andaliga tunglyntan. Hann fekk nógva viðurkenning fyri sín tónleik og hetta hevði við sær, at hann kendi tað sum fokus fór frá at syngja og takka Guði og heldur yvir á hann og hansara tónleik. Kringvarpið ger nógv burturúr í hesu vikuni. Seinnapartssendingin Nón umrøður Hammershaimb og føroyska skriftmálið týsdagin og mikudagin. Í sjónvarpinum senda vit tær tríggjar sjónvarpssendingarnar O, móðurmál, sum Suni Merkistein hevur gjørt, í kvøld, mikukvøldið og hóskvøldið. Í dag, á sjálvum føðingardegnum leita vit í savn kringvarpsins. Vit skulu hoyra ein fyrilestur, sum Jóhan Hendrik Winther Poulsen helt á 150 ára degi Hammershaimbs í 1969. Petra fer í barsilsfarloyvi, og tað setir gongd í tankarnar um, hvør hon í veruleikanum er, nú hon bara skal vera mamma. Men nú skal hon læra at hugsa øðrvísi um seg sjálva. Rætting Sagt var at Helgi L. Petersen arbeiddi í Fótbóltssambandinum, tað ger hann ikki. Hann var viðmerkjari í eini fótbólts upptøku, sum FSF hevði gjørt. Stine Bosse, Barbara Pállsdóttir Vang, Kim Jacobsen, Jógvan Jespersen og John Henrik Holm eru afturvald í nevndina, og nývaldur er Gunnar Nielsen. Tað eiga tey ikki at gera. Men gera tey tað kortini, koma tey til okkurt, sum líkist login til Office 365, OneDrive og OneNote fra Microsoft ella til Citrix. Haðani koma fólk á eina falska heimasíðu, har tey verða biðin at logga seg á Microsoft kontuna. Í somu løtu fólk hava skrivað teldupostbússtaðin og loyniorðið fara tey til teldusníkarnar, sum misnýta tey. Íslendsk skip kunnu fiska uppsjóvarfisk í føroyskum sjógvi. Íslendska svartkjaftakvotan í ár er 241.000 tons. Nógv tað mesta verður fiskað undir Føroyum, hagar svartkjafturin nú er á veg. Kunngerðin um íslendskan fiskiskap í føroyskum sjógvi í ár er komin í gildi. Í mesta lagi 15 íslendsk skip kunnu fiska svartkjaft her í senn. Íslendska sildakvotan í ár er góð 102.000 tons. Hjáveiðan hjá íslendsku uppsjóvarskipunum má bara vera tvey prosent, sambært kunngerðini. Eitt uppskot til samtyktar hjá Sambandsflokkinum um jarðhita og orkuloysnir, sum kunnu gagnnýta heita vatnið í føroysku undirgrundini til at hita sethús, var í dagsskránni hjá tinginum í dag. Sambandsflokkurin vil hava løgtingið at heita á landsstýrið um at leggja fyri løgtingið uppskot um lóg, sum skal seta ferð á alternativa og grøna orku til at hita sethús. Hitaloysnirnar, sum Sambandsflokkurin mælir til, eiga at sleppa undan meirvirðisgjaldi og fáa bíligari streymin frá SEV, heldur flokkurin. Rúni M. Hansen, nevndarformaður, sigur, at tað sambært keypsskálanum í Oslo, har sum Bakkafrost er skrásett, er góður virkissiður at hava fólk í nevndini í eitt ár í senn. Samtakið hevur onga reglu, sum sigur, hvussu leingi, fólk kunnu vera í nevndini. Sjálvur hevur Rúni M. Hansen verið nevndarformaður í Bakkafrosti í tíggju ár. Valnevndin mælir eisini til at velja Einar Wathne í Noregi í nevndina. Og valnevndin mælir til at velja Rúna M. Hansen aftur til formann í Bakkafrosti. Eitt árs rættindi, sum vóru 19.552 tons, vórðu seld fyri sjey milliónir 534.180 krónur. Trý ára rættindi, 4.092 tons, vórðu seld fyri eina millión og 882.320 krónur. Tey, sum høvdu vinnandi boðið, skulu rinda prísin, tey bjóðaðu fyri eitt árs rættindi. Í hinum báðum førunum setti lægsta vinnandi boð prísin, sum øll vinnandi boð skulu rinda. Í gjár keyptu Varðin Pelagic, Varðin, Næraberg, Jókin, Thor Fisheries og Framherji rættindini á fiska svartkjaftin. Lægsti prísur var 30 oyru fyri kilo og tann hægsti var 51 oyru. Kunngerðin um uppboðssølu sigur um trý ára og átta ára rættindi, at har verður gjaldið fyri árini eftir 2019 ásett sum goldna upphæddin í 2019 í krónum fyri kilo, faldað við lutfallinum millum miðal avreiðingarprísin í 2019 og miðal avreiðingarprísin í árinum, gjaldast skal fyri, fyri hvørt fiskaslag sær. Landsnevndarformaðurn, Rógvi Fossadal, leggur floksformannin, Jógvan Skorheim, undir at vera sjálvupptiknan og at reka lokalpolitikk fyri Klaksvíkina. Bjørn á Heygum, formaður í lokalfelagnum í Suðurstreymoy, ásannar, at innanhýsis trupulleikar eru, og at limir verða útihýstir á ódámligan hátt. Í gjár boðaðu bæði Eysturoyar Sjálvstýrisfelag, Norðoyar Sjálvstýrisfelag og Unga Sjálvstýri frá, at tey fult og heilt stuðla Jógvani Skorheim sum formanni í flokkinum. Uttanríkis og vinnumálaráðið hevur í dag almannakunngjørt niðurstøðu sína um kærurnar í málinum um uppsøgnina av Liljuni Weihe sum tíðindaleiðara í Kringvarpinum. Kæran um uppsøgnina var IKKI gingin á møti, men kæran um brot á góðan fyrisitingarsið er partvíst gingin á møti. Sigmund Poulsen, advokatur hjá Liljuni Weihe, sigur, at tey fara at biða Løgtingsins umboðsmann eftirkanna niðurstøðuna hjá Uttanríkis og vinnumálaráðnum. KT brotsverk gerast alt meira vanlig her á landi, og løgreglan hevur torført at fylgja við. Tað sigur Bárður Christiansen, løgreglumaður í teknisku eindini hjá politinum. Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur og hvalagranskari á Náttúrugripasavninum sigur, at hann er rættiliga vísur í, at talan er um ein nebbafisk. Landsdysturin móti Malta í morgin skal vinnast. Tað heldur í øllum førum liðskiparin, Atli Gregersen. Landsliðsvenjarin er meira varin enn liðskiparin, tí hann væntar sær ein javnan dyst. EM undankappingardysturin millum Malta og Føroyar verður spældur í seinnapartin morgin klokkan fimm. Dysturin verður sendur beinleiðis her í sjónvarpinum, og vit byrja at senda klokkan hálvgum fimm. Seinastu vikuna hava næmingarnir á Glasi fingið størri fatan av umhvørvisdálking. Á temadøgunum menniskja og náttúra hava teir verið úti og savnað rusk. Og tað ávirkar okkum, siga næmingarnir. So avgjørdur er Terji Rasmussen, sangari, um lógaruppskotini hjá Honnu Jensen og Jógvani á Lakjuni um at gera morgunsang til lógarkrav í fólkaskúlanum. Terji heldur ikki, man eigur at lóggeva í smálutir sum í hesum førinum, tí tað ger lógina trupla at umsita. Lat tað heldur vera upp til fría viljan, sigur Terji, sum sjálvur gekk í skúlanum á Frælsinum í Havn, har hann hevði ringar upplivingar við morgunsangi. Tað segði mær onki, sigur Terji, tí at læra um ringa samvitsku, týskar klumpar og franska sós er tað reina fjas, heldur hann. Fleiri av sangunum hjá Terja eru vorðnir fólkaogn, harímillum sangurin Ljóðmynd. Spurdur um, hvørt tann sangurin hóskar seg til morgunsang, sigur Terji, at tað er trupult, um sangurin ikki skal hava fylgispæl, tí hann hevur so langar pausur. Annars eru reyðu baklyktirnar ikki á vegnum, tær eru á bilunum, leggur Terji heldur speisamur afturat Edith Dahl Jacobsen er sangpedagogur. Hon heldur, at tá børn koma í skúlla um morgunin, hava tey, eins og vaksin, morgunrødd. Tí er morgunin ikki tað besta tíðspunktið at syngja. Men kortini kunnu skúlarnir væl hava morgunsang, tí endamálið er ikki so nógv tað sangtekniska. Morgunsangur er heldur eitt gott høvi at samansjóva børnini umframt at læra tey ein mentanararv. Edith heldur, at tað er ógvisligt at krevja við lóg, at skúlar skulu hava morgunsang men hinvegin kann tað vera neyðugt, tí fleiri skúlar velja morgunsangin frá Løgtingið viðger í hesum døgum tvey uppskot hjá Honnu Jensen, landsstýriskvinnu í mentanarmálum og Jógvani á Lakjuni, løgtingslimi, um, at morgunsangur í fólkaskúlanum skal verða lógarkrav. Í hesum sambandi hevur vikuskiftissendingin ringt til Tórodd Poulsen, skald, fyri at spyrja, hvørja meining, hann hevur um morgunsang í skúlanum, og hvat innihaldið í hesum eigur at vera. Sangirnir hjá til dømis Mikkjali á Ryggi eru fínir, tí teir eru væl yrktir og so deiliga naivir, men fosturlandssangirnir eru hinvegin bara reyput glansbíløt, heldur Tóroddur. Hann minnist afturá, tá hann sjálvur gekk í skúla. Mangan var tað so, at løturnar við bæði sangi og lestri vóru so drúgvar, at nøkur av børnunum bókstavliga fullu í óvit. Tað var mangan reinur torturur, sigur Tóroddur Poulsen, sum tó heldur, at morgunsangur í sjálvum sær er fínur at hava, men hinvegin at krevja morgunsang við lóg er at fara heldur harðliga fram. Nógv tiltølk eru um vikuskiftið, millum annað konsert við bólkinum P.O.D. og hátíðarhald av W.U. Hammershaimb, nú hann hevði verðið 200 ár. Hoyr Edward Leo frá Visit Tórshavn greiða frá Kyndil hevur vunnið sær ein fyrimun í kappingini um at koma í FM finaluna í hondbólti hjá monnum. Fyrsta hálvfinalan millum Kyndil og Neistan var jøvn, men tað endaði við, at Kyndil vann 24 21, og tí skal Neistin vinna sunnudagin, um teirra vón um finalupláss skal halda. Sunnudagin spæla bæði H71 og VÍF og Neistin og Kyndil aftur FM hálvfinalur. Dysturin í Hoyvíkshøllini byrjar klokkan 16, meðan dysturin í stórhøllini í Havn byrjar klokkan 18. Kringvarpið stroymir báðar dystirnar, leinki verða á kvf.fo. Nú er loyvt at syngja allar sangir. Tað sigur Jógvan Páll Lassen í viðmerking til vikuskiftissendingina í sambandi við lógaruppskotini hjá Honnu Jensen og Jógvani á Lakjuni, har tað verður álagt øllum fólkaskúlum í Føroyum at hava morgunsang. Hetta ger tað ikki lættari, heldur hann, tí nú letur man upp fyri øllum sangi. Um ein støða við ósemju um sangvalið kemur í, verður trupult at við lóg at brúka sanktiónir móti skúlunum. Nú ber altso til við lóg ikki bara at syngja sálmar, men eisini fúlar sangir Fjórðu vikuna á rað liggur ungi skotin Lewis Capaldi nummar eitt á Bretska hitlisanum við sanginum Someone You Loved . Í summar verður hann høvuðsnavn á G Voices er nýggju singla frá higartil ókendu føroysku tónlistakvinnuni Turi. Hon eitur Turið Christiansen og flutti til Danmarkar sum seks ára gomul og spælir myrkan soultónleik. Ja, tað vilja vit helst. Vit hava nýggjar spælarar í hópinum, sum eru sera bólttryggir, og teir fara at styrkja okkum í tí partinum av spælinum, sigur maltesiski venjarin. Vit mugu brynja okkum við toli, tí ikki fyrr enn mánamorgunin kunnu vit vænta, at tað fer at broytast, sigur Hanus Kjølbro, veðurkønur. Føroya handverksmeistarafelag hevur tikið stig til at søkja um limaskapin og skal umboða Føroyar í felagsskapinum, um Føroyar fáa limaskap. WorldSkills Europe er áhugafelagsskapur, sum hevur til endamáls at styrkja og vekja áhugan fyri dygdargóðum handverki og yrkisútbúgvingum á høgum førleikastigi. WorldSkills Europe skipar annaðhvørt ár fyri EuroSkills kapping, sum er evropeiska meistaraheitið fyri ung úrvalsfakfólk, sum kappast um at gerast evropameistari í sínum fakøki. Ein maður, sum svav í forhøllini á Hotel Hafnia tíðliga í morgun, gjørdust illur, tá hann varð vaktur, og bæði sló og skumpaði náttarvørðin á hotellinum. Tvey fólk eru skuldsett fyri at bróta lógina um rúsevni. Tey eru skuldsett fyri at brúka hash. Hetta var norðanfyri, sigur politiið. Føðsluhjálpari hevur fingið ein styttri stiga, byrjanarstigið hjá føðsluatstøðaranum er broytt, og professjónsbachelorar og kliniskir dietistar fáa nýtt endastig. Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Kost og føðslufelagið eru samd um brúka sáttmálan millum Fíggjarmálaráðið og Kost og føðslufelagið. Byrjanaruppstillingin Gunnar Nielsen málverji Gill R. Sørensen høgri bakkur Viljormur Davidsen vinstri bakkur Odmar Færø miðverji Atli Gregersen miðverji Brandur H. Olsen sentralur miðvøllur Rógvi Baldvinsson sentralur miðvøllur Hallur Hansson sentralur miðvøllur Sølvi Vatnhamar høgri vongur Rene S. Joensen vinstri vongur Jóan Símun Edmundsson framherji Sambært maltesiska fótbóltssambandinum verða eini 6.000 áskoðarar til dagsins dyst á Ta Qali Stadion, ið annars hevur pláss fyri umleið 17.000 áskoðarum. Kommunurnar skulu við jøvnum millumbilum minna borgararnar á, at tað er teirra skylda at taka upp eftir hundum og øðrum djórum. Tað vóru tey trý í panelinum, Theresa Thuridardóttir Kreutzman, Oda Wilhelmsdóttir Andreasen og Eiler Fagraklett samd um í morgun. Hundaeigarar hava skyldu til at taka upp eftir djórunum, tá tey gera burtur av sær á almennum økjum, men tað eru ikki øll sum minnast ta skylduna. Ein annar spurningur var, um dreingir skulu binda ella um teir skulu gera dreingjating og gentur gentuting . Eisini skuldi panelið taka støðu tvístøðuna, sum í dag snúði seg um, hvussu tú hevði gjørt, um tú hevði keypt ein lottoseðil fyri ein granna og ein fyri teg sjálvan, og annar av teimum vann. Hevði tú givið grannanum seðilin um hansara seðil vann Hoyr alla Also sendingina her. Bankin hevur boðað keypsskálanum frá, at Tjaldur hevur boðað bankanum frá, at felagið nú eigur 500.021 partabrøv í P f BankNordik. Tey svara til fimm prosent av partapeninginum í bankanum. Teir eru Fíggingargrunnurin frá 1992, sum umsitur tey 33 prosentini, sum landið eigur, Lind Invest í rhus, sum eigur 12 prosent og Protector Forsikring í Oslo, sum eigur seks prosent. Partapeningurin er býttur soleiðis, at í Føroyum er 57,4 prosent, í Danmark 23,3 prosent, í Íslandi eru tíggju prosent og í øðrum londum 9,3 prosent. Í gávu fekk Kórsambandið eitt gávubræv frá Atlantic Airways, og tað vóru Kári Mikkelsen og Arina Bischoff, ið tóku í móti Norðurlendska herðaklappinum fyri Kórsambandið. Golanherðurnar hava stóran strategiskan og trygdarpolitiskan týdning fyri Ísrael og støðufestið har á leiðini, skrivar amerikanski forsetin á Twitter. Golanherðurnar eru í útsynningspartinum av Sýria, og Ísrael hersetti tær undir seks daga krígnum í 1967. Ísrael legði Golanherðurnar undir seg í 1981. Golanherðurnar hava eisini havt ein leiklut í sýriska borgarakrígnum, tí lopið hevur verið á ísraelskar hermenn við rakettum, sum iranskar deildir hava skotið haðani. Nú Iran roynir at brúka Sýria sum pall til at oyða Ísrael, er amerikanski forsetin djarvur og viðurkennir rætt Ísraels til Golanherðurnar, skrivar Netanyahu á Twitter. Síðani amerikanski forsetin boðaði frá, at USA fer at viðurkenna rætt Ísraels til Golanherðurnar, hava ES, Týskland og Frakland gjørt greitt, at Golan hoyra framvegis til Sýria. Pant fyri øll einnýtisíløt til leskidrykkir, størri endurnýtsla, upplýsing, kunngerð um graslíkisvøllir, speingileidningar og stuðul til havnir og skip, sum taka rusk úr sjónum. Landsstýriskvinnan í umhvørvismálum, Sirið Stenberg, heitti í fjør á Umhvørvisstovuna um at koma við uppskotum um tiltøk til at avmarka dálking við plasti. Umhvørvisstovan mælir millum annað til at geva pengar fyri fleiri einnýtisíløt til leskidrykkir enn nú verður gjørt og at endurnýta plast nógv meira enn nú verður gjørt. Kunngerðin frá 1995 um burturkast eigur at verða endurskoðað. Og ein kunngerð skal gerast um graslíkisvøllir, tí í teimum er nógv mikroplast. Trætumálið um gjøldini, sum reiðarar rinda, tá teir keypa kvotur á uppboðssølu hjá landinum, er loyvdur frádráttur ella ikki, er fyribils tikið aftur úr Fasta Gerðarrættinum. Trætan snýr seg um, hvørt skipari og manning skulu rinda part av gjøldunum fyri kvoturnar, sum eru keyptar á uppboðssølu hjá landinum ella ikki. Annfinnur Garðalíð, formaður í Skipara og Navigatørfelagnum sigur, at orsøkin til, at málið fyribils er tikið aftur, er at sáttmálasamráðingar eru í gongd millum manningarfeløgini og Reiðarafelagið. Tí var tað eisini uppiborið, tá Kyrian Nwoko legði Malta á odda 1 0, tá trettan minuttir vóru spældir. 1 0 var eisini hálvleiksstøðan. Í byrjanini av seinna hálvleiki sá føroyska spælið nakað frægari út, og tá eitt korter var farið fingu Føroyar møguleikan at koma inn aftur í dystin. Maltesiski verjuspælarin,Andre Agius, bjargaði einum føroyskum skoti við hondini, og so bríkslaði íslendski dómarin fyri brotssparki til Føroyar. Føroyski niðurtúrurin bleiv fullkomin, tá Atli Gregersen feldi Joseph Mbong inni í føroyska brotssteignum, tá 77 minuttir vóru spældir. Landsliðsvenjarin, Lars Olsen, segði aftaná dystin, at føroyska liðið gjørdi ov nógv mistøk og at tey blivu revsað. Liðskiparin segði, at tað var einki annað at gera enn at biðja alt føroya fólk um umbering fyri avrikið. Vit hava bíðað leingi eftir einum sigri, og í dag kom hann. Mínir spælarar stríddust fyrimyndarliga, og teir høvdu sigurin uppibornan. 1984 var seinasta úgávan hjá Van Halen við David Lee Roth sum sangara. Hann kom tó afturíaftur í hesari øldini. Við honum er bólkurin komplettur, tí hann er framúr góður sangari og undirhaldari, samstundis sum Eddie Van Halen er ein av teimum bestu á gittarinum. Útgávan 1984 er hørð, tó okkurt mjúkt synth lag eisini er við. Jump, Panama, og Hot For Teacher eru kendastu sangirnir. Onnur 1200 ferðafólk eru enn umborð og tað gongur striltið at fáa ferðafólk av skipinum. Sambært NRK eru 10 fólk komin álvarsliga til skaða. Millum annað ein 90 ára gomul kona og tveir eldri menn hava brotið seg sundur. Upprunaliga ætlanin var at flyta ferðafólk av skipinum við bjargingarbátum og skipum, sum vóru nærhendis, men veðrið er so ringt, at tað varð ikki mett ráðiligt. Tí hava tyrlur flutt fólk burtur av skipinum. Hóast tyrlurnar taka 15 fólk ella so og fleiri tyrlur eru tøkar, so mugu fólkini heysast ein og ein av skipinum og umborð á tyrluna, og tað tekur tíð. Skipið er umleið tveir kilometrar í ein útsynning úr Kristianssund í Norra. Eitt farmaskip, Hagland Captain, er eisini komið illa fyri um somu leið. Manningin, ið telur 9 mans, er í ferð við at fara av skipinum. Sambært norsku miðlum lupu 5 mans á sjógv fyri at sleppa burturfrá skipinum, og fyri at tyrlan kundi taka teir upp í tryggari frástøðu frá skipinum, ið hevur lagt seg á liðina. Kend løg eru Wrap Your Arms Around Me og The Heat is On, ið verður mett at vera hennara best umtókta í altjóða høpi. Hinvegin var Cant Shake Loose á Top 30 í USA. Abba var slept árið fyri, seint í 1982, og Agnetha royndi eins og hin abba sangarin, Frida, at skapa sær eina altjóða solistkarrieru. Jónheðin Tróndheim á Argjum hoyrdi í 80 unum Mr. Mister í USA. Hann heldur seg ikki hava hoyrt betri sangara enn Richard Page. Henda útgávan var eitt stórhitt, ið ikki varð endurtikið seinni. Bólkurin gavst í 1990. Ivaleyst er heitislagið, Tusen Bitar, tað yvirhøvur størsta hittið hjá Bj rn Afzelius, men Elska Mej Nu er næstan eins vælumtóktur. Og á LP plátuni í 1990 er eisini tann grunandi og hugvekjandi Tv Ljus . Ummælararnir hildur útgávuna vera eitt sentimentalt makkverk, men fólkið svaraði við at keypa 350.000 eintøk av henni. Bj rn Afzelius doyði í 1999. Hetta er ein sending í røðini Temaplátan í Plátubarrini , sum er fastur táttur í Plátubarrini í útvarpinum leygarkvøld. Henda bleiv send tann 4. februar í 2017. Ikki alt er upprunatilfar á Tourism , tríggjar konsertinnspælingar eru á diskinum, onkur endurinnspæling av egnum lag er tikin við, men flestu sangirnar høvdu vit ikki hoyrt fyrr. Tað eru heilar 16 skeringar á Tourism og ein fittur part av løgunum varð tikin upp, meðan tey spældu Join the Joyride konsertferðina. Í mai 1992 vóru tey í Suðuramerika, har fleiri løg vórðu fest á band. Konsertløgini vórðu tikin upp í Australia í september 1991. Seks milliónir eintøk eru seld av albuminum Tourism . Roxette er svenskur bólkur, ið gav sína fyrstu plátu út í 1986. Í gjár var farið undir at flyta fólk av skipinum. Umborð vóru 1375 fólk, og í morgun vóru 397 fólk flutt av skipinum. Sambært NRK eru trý fólk álvarsliga skædd. Tað var vónleyst hjá bjargingarskipum at koma til hjálpar, og tí vórðu øll flutt við tyrlu. Stóra ferðamannaskipið fekk í gjár maskintrupulleikar í ódnarveðrinum, og fekk nakrar ógvusligar brotasjógvar. Tað byrjaði at reka móti landi, og var eina hundrað metrar frá at taka botn, tá tey fingu kastað akker og gongd fekst aftur á tríggjar av fýra motorum. Nú eru endar eisini fingnir um umborð, og Viking Sky verður sleipað móti Molde. Ferðamannaskipið, Viking Sky, er 227 metrar langt og 28 metrar breitt. Skipið tekur 930 ferðafólk og manningin telur 465 fólk. Skipið fór úr Bergen 14. mars og skuldi enda sína ferð í London 26. mars. Tað gjørdi ikki støðuna lættari, at eitt farmaskip, Hagland Captain, eisini kom í havsneyð um somu leið. Ta einu løtuna var støðan álvarslig tá nakrir av manningini lupu á sjógv og vórðu bjargaðir av tyrlu. Í morgun eru so øll manningin upp á níggju bjargað av skipinum, sum nú liggur fyri akker. Tað fer nevndarformaðurin í Bakkafrosti, Rúni M. Hansen, at siga í sínari frágreiðing til ársaðalfundin 5.apríl. Hann fer eisini at siga teimum á ársaðalfundinum, at Bakkafrost hevur nú fýra aliøki í Suðuroynni, tað seinasta av teimum fer undir sítt virksemi nú í 2019. Kryvjivirkið í Suðuroynni er dagført. Higartil hava úrslitini í Suðuroynni givið Bakkafrosti góðar vónir, sigur Rúni M. Hansen. Bakkafrost leggur dent á burðardygd, sigur nevndarformaðurin. Felagið avgjørdi tí í fjør at gera íløgur í fyrsta biogassvirkið í Føroyum. Og smoltstøðin á Strond á Borðoynni verður liðug í ár. Nevndin í Bakkafrosti fer á ársaðalfundinum 5.apríl at skjóta upp, at vinningsbýtið fyri 2018 verður 8,25 krónur fyri hvørt partabræv, ella 403,1 millión krónur samanlagt. Visit Nólsoy og Tórshavnar kommuna hava skrivað undir avtalu um, at Visit Tórshavn skal fáa stuðulsjáttan frá kommununi fyri at reka virksemi, sum er lýst í einum sáttmála. Endamálið og uppgávan hjá Visit Nólsoy er í høvuðsheitum at vegleiða og hjálpa borgarum og ferðafólki í oynni, og at skipa fyri og samskipa tiltøk. Í avtaluni verður ásett, at Visit Nólsoy í ár skal virka fyri einum tættari samstarvi við Visit Tórshavn. Tað kunnu vera ítøkilig ferðavinnutiløk, at Visit Nólsoy verður partur av tiltøkum í kommununi, og at Visit Nólsoy, tá tað ber til, eisini verður partur av vinnuferðavinnuni. Visit Nólsoy arbeiðir við at samskipa og menna ferðavinnuna í oynni. Tað verður gjørt í samstarvi við ferðavinnuna í Nólsoy, soleiðis at Visit Nólsoy ikki kappast við verandi ferðavinnutilboð. Landsverk og felagið Kontrast, undirskrivaðu mikudagin sáttmála um heildarráðgeving í sambandi við, at ætlanin er at byggja heim í Havn til børn og ung við autismu. Hetta stendur at lesaa heimasíðuni hjá Almannamálaráðnum Børn og ung við autismu hava serligan tørv, sum familjurnar í fleiri førum ikki megna at møta. Fyri at bæði børnini og familjur teirra kunnu hava eitt nøktandi lív er umráðandi, at tað almenna veitir hóskandi dagtilboð, umlætting og í ávísum førum bústað. Ætlanin er byggja ein býling við trimum høvuðseindum, ein við seks búplássum, ein við seks umlættingarplássum og einari virkiseind, har børn og ung fara at koma til ymiskt frítíðarvirksemi. Í løtuni er bíðilisti og komandi árini fer tørvurin at vaksa, og mett er tí, at neyðugt er at taka hond um hesa avbjóðing sum skjótast. Løgtingið samtykti 19. apríl 2018 verklagslógina um at byggja eitt búheim og umlættingarheim í Tórshavn til børn og ung við autismu. Kontrast hevði einasta uppskotið í sambandi við útbjóðingina, men metti bygginevndin, at uppskotið frá Kontrast var so mikið gott, at farast skuldi undir samstarv við Kontrast. Arbeitt hevur verið við einum skipanaruppskoti, sum varð handað í november 2018, og nú verður farið undir víðari projekteringina. Sambært tíðarætlanini byrjar sjálv byggingin í apríl í 2020 og klárt verður at flyta inn í apríl 2022. Hóast tað er samtykt, at flogvøllurin skal útbyggjast har, sum hann er, heldur enn at byggja ein nýggjan, mótmæla fólk. Flogvøllurin í Nuuk skal ikki útbyggjast har, sum hann longu er, halda íbúgvarnir, sum hava sligið seg saman í ein bólk, sum eitur Angisunnquaq. Tað skrivar grønlendska kringvarpið, KNR, á heimasíðu sínari. Okkum tørvar ikki ein stóran flogvøll mitt í býnum, sum kortini ikki er ein altjóða flogvøllur, sigur Christian Jeremiassen, sum er talsmaður fyri bólkin. Hann var í almennu byrjanaruppstillingini til dystin ímóti Malta, men stutt undan dystarbyrjan varð greitt, at hann kundi ikki spæla. Eingin spælari verður úttikin í hansara stað, og sostatt verður tað helst antin Jákup Thomsen ella Klæmint A. Olsen, sum byrjar inni ímóti Rumenia í álopinum. Um ikki meiriluti er í tjóðartinginum fyri at fáa avtaluna, sum er gjørd við ES, í gjøgnum í næstu viku ella um Undirhúsið fellur hana aftur, kunnu vit útseta til 12. apríl. Men tað merkir so eisini, at vit mugu skipa fyri vali til Evropatingið, skrivar forsætisráðharrin í einum brævi til limirnar í Undirhúsinum, sambært Sky News. 12. apríl er dagurin, sum ES er gingið við til, um so er, at Stóra Bretland ætlar sær úr ES uttan eina avtalu. Um Stóra Bretland vil hava eina avtalu fyrst, vilja stjórnarleiðararnir í ES leingja freistina til 22. mai. Higartil hevur Theresa May hildið fast um, at undirhúsið skal taka støðu til avtaluna, sum hon hevur samráðst seg til við ES. Men tað vil formaðurin í Undirhúsinum, John Bercow, ikki og hevur víst til eina meira enn 400 ára gamla siðvenju, sum er, at tingið ikki kann atkvøða um sama uppskot fleiri ferðir. Fríggjadagin hevði forsætisráðharrin fund við sínar ráðharrar, har kjakast varð um, hvussu tey skulu kunna sannføra tjóðartingið um at taka undir við avtaluni við ES. Sambært BBC økist trýstið støðugt á Theresu May innanfloks, og fleiri ynskja ein nýggjan leiðara at standa fyri Brexit. Bløð, sum áður hava stuðlað May, millum annað The Times, hava eisini trekt sín stuðul til hana aftur og mæla henni til at leggja frá sær, tí tað tykist vónleyst at vinna ein triðju atkvøðugreiðslu í Undirhúsinum við henni á odda. Sáttmálin millum manningarfeløgini og Reiðarafelagið gongur út 1. apríl. Ein týðandi samráðingarspurningur er um manningarnar skulu rinda part av tí, sum verður keypt á uppboðssølu og fleiri uppboðssølur verða í apríl mánaði. Manningarfeløgini ynskja uppboðssølurnar útsettar inntil semja er er funnin við Reiðarafelagið. Robert S. Mueller handaði fríggjadagin amerikanska løgmálaráðnum sína kanning, og í dag lat amerikanski løgmálaráðharrin William Barr kongressini ein samandrátt. Kanningin fann eingi prógv um, at Donald Trump ella stuðlar hjá honum samstarvaðu við Russland um at ávirka valúrslitið til egnan fyrimun á forsetavalinum í 2016. Rættiligur spenningur hevur verið um kanningina hjá fyrrverandi FBI ovastanum, og Donald Trump hevur regluliga funnist at bæði kanningarovasta Mueller og kanningarbeiðnum. Donald Trump hevur ferð eftir ferð sagt seg ósekan at vera. Kanningin, sum varð partvíst almannakunngjørd í dag, viðgerð eisini spurningin um Donald Trump hevur gjørt seg sekan í at obstruera kanningini, men heldur ikki í tí spurninginum, kemur Robert S, Mueller til eina greiða niðurstøðu. Kanningin letur tað upp í hendurnar á almenna ákæranum at gera av, um forsetin hevur gjørt seg sekan í at leggja fótonglar fyri Mueller og kanningarliðnum. Eg verið fullkomiliga fríkendur. Tað er ein skomm, at okkara land noyddist gjøgnum hetta. Skal eg vera erligur, so er tað ein skomm, at okkara forseti mátti ígjøgnum hetta, varð fyrsta viðmerkingin hjá Donald Trump til kanningarúrslitið. Hóast frágreiðingin reinsar amerikanska forsetan, so hevur kanningararbeiðið avdúka eina røð av ivasomum viðurskiftum hjá fleiri av tøttu samstarvsfeløgunum hjá Donald Trump, áðrenn hann varð valdur forseti. Eitt nú var fyrrverandi leiðarin av valstríðnum hjá Donald Trump, Paul Manafort dømdur fongsulsrevsing fyri kortum. Onnur rættarmál eru ávegis og onkur, eitt nú fyrrverandi sakførarin hjá Donald Trump, Michael Cohen, vitnaði ímóti forsetanum. Robert S, Mueller hevur handað kongressini eina frágreiðing við niðurstøðunum, men ikki alla kanningina. Amerikanskir miðlar gita, at stríð nú fer at taka seg upp millum demokratar og republikanar um, hvussu nógv av kanninginini skal almannakunngerast. Hetta var seinna útgávan í 80 unum við Joseph Williams á forsangi. Hann kom uppí aftur seinni og var við, tá Toto spældi á Summarfestivalinum í Klaksvík í 2017. Tey evnini hevur Elton John mangan sýnt, nevniliga, at megna at selja LP útgávur, ið ikki hava havt fleiri singlehitt og sjálvandi hendir tað, tí verkini hava eina góða heild. Vit hoyra 1. part av bókini Poetikus. Edward Fuglø hevur skrivað og Páll Danielsen lesur. Bókadeild Føroya Lærafelags gav út í 2012. Høgni Fagraberg ger ljóðmyndina. Heimsheilsustovnurin, WHO, er farin undir eina kampanju, sum roynir at reka vanligastu misfatanirnar av aldurdómi og heilsu burtur. Vit hoyra 2. part av bókini Poetikus. Edward Fuglø hevur skrivað og Páll Danielsen lesur. Bókadeild Føroya Lærafelags gav út í 2012. Høgni Fagraberg ger ljóðmyndina. Vit hoyra 3. og seinasta part av bókini Poetikus. Edward Fuglø hevur skrivað og Páll Danielsen lesur. Bókadeild Føroya Lærafelags gav út í 2012. Høgni Fagraberg ger ljóðmyndina. Nógv tey fægstu velja sær grønt pass. Áleið 90 prosent av føroyingum hava reytt pass, sambært Rannvá Olavsdóttir, deildarleiðara á borgaratænastuni hjá politinum. Umhvørvisstovan mælir til at eggja fólki til at brúka beriposarnar fleiri ferðir. Tað kann verða gjørt við at leggja avgjald á beriposar, sigur Umhvørvisstovan. Í Føroyum eru Heilsu og Innlendismálaráðið og Umhvørvisstovan farin undir fyrireikingarnar at seta í verk tiltøk, sum skulu minka dálkingina. Hesir tríggir partarnir skulu við upplýsing og við tøkniligum loysnum hjálpa føroyskum stovnum, fyritøkum og einstaklingum betur at verja seg móti KT álopum. Trý uppskot eru frá sjálvum umboðsráðnum og seks eru frá fólkum í umboðsráðnum. 35 fólk eru í umboðsráðnum hjá Ognarfelagnum. Tryggingartakarar í Betri velja fólkini í umboðsráðið. Rumenia vann 7 0. Dysturin í Føroyum endaði við 4 0 sigri til Rumenia. AC Milan framherjin, Florin Raducioiu, skoraði øll fýra málini. Fyrri dysturin, sum varð spældur í Rumenia, endaði við 1 0 sigri til rumenar, meðan seinni dysturin á Tórsvølli endaði við 3 0 sigri til gestirnar. Síðst, Rumenia spældi seg til eitt endaspæl, var í 2016, tá evropameistarakappingin var í Fraklandi. Rumenia endaði tá aftast í sínum bólki. Men tað er helst serliga liðið, sum var við í heimsmeistarakappingini í USA í 1994, sum fótbóltsfólk, ið eru nóg gomul til tað, minnast. Nógv fagnaðu rumenska liðnum fyri teirra undirhaldandi fótbóltsstíl, og tað eydnaðist teimum eisini at koma fram til fjórðingsfinaluna, eftir at hava sligið Argentina úr kappingini í áttandapartsfinaluni. Tað gekk heldur ikki eftir vild í fyrsta umfari í hesi undankappingini. Rumenia tapti leygarkvøldið 1 2 fyri Svøríki í Stokkhólmi. Eingin verulig stjørna er í hópinum, sum er mannaður við spælarum, sum umboða ymisk feløg í Evropa. Níggju spælarar spæla í rumensku kappingini, ein spælir í USA, og ein spælir í saudiarabisku kappingini. Hann er sonur størsta fótbóltsnavnið í Rumenia nakrantíð, Gheorge Hagi, sum í nítiárunum umboðaði bæði stórfeløgini í Spania, FC Barcelona og Real Madrid. Í Snipp snapp eru teknifilmar, ið eru ætlaðir smáum børnum. Snipp snapp er hvørt mikukvøld og verður endursent hósdag og um vikuskiftið. Rebekka Fuglø og Einar Gregersen úr Treystinum vunnu samlaðu vetrarkappingina og kundu eisini fegnast um hvør sítt FM heiti, tá kappingin var av. Ragnar Rasmussen og Sam Vang gjørdust nummar tvey og trý í vetrarkappingini hjá monnum, meðan Marita Andrasardóttir og Hergerð Heldarskað endaðu á øðrum og triðja plássi hjá kvinnum. Hesi fólk eru við í sendingini Annfinnur Petersen, Eyðun Myllá, Heini F. Petersen, Ruth Albinsdóttir, Hergeir Christiansen, Sonja Thomassen, Petur Elias Petersen, Birita Petersen, John Heri Mouritsen Føroyska málið er undir sjóneykuni í dag á móðurmálsdegnum. Málið hevur tað sum heild gott, sigur Sólvá Jónsdóttir, forkvinnan í málráðnum, men tað eru átøk, ið eru neyðug, skal málið haldast við líka. Eitt tað fremsta eigur at vera at menna føroyskt innan tøkni, sigur forkvinnan í málráðnum. Í sambandi við 200 ára haldið fyri V.U. Hammershaimb endursendir sjónvarpið røðina O, Móðurmál , ið Suni Merkistein og Hans Petur Hansen gjørdu. Fyrsti partur verður sendur í kvøld klokkan 19 50. Ein deyður nebbafiskur hevur seinastu dagarnar ligið í Kirkjubø. Fólk hava nýtt høvið at fara til Kirkjubøar at hyggja hvalinum, ið er 17 metrar til longdar. Seinnapartin sleipaði Brimil hvalin til havs. Tjóðveldi leggur meira dent á at umboða tann reyða vongin í politikki, og hevur at kalla gloymt aðalmálið, sum er loysing. Tað er ein orsøk til, at borgarstjórin á Eiði, Jógvan í Skorini, hevur valt at venda flokkinum bakið. The Magician s Birthday er eitt slag av framhaldi frá Demons and Wizards, ið varð givin út tíðliga sama ár í 1972. Partvíst byggir plátan á eina gandakalls ella fantasysøgu, sum Ken Hensley skrivaði um tað mundið. Løgmanstíðin á Steig er mest týðandi tátturin í Sandavágs søgu. Henda tíðin byrjaði í 1555, tá løgmaður fekk hendan stóra garðin í bygdini. Tíðin helt á til løgmansembætið varð niðurlagt í 1816. Hesi næstan 300 árini sótu bæði góðir og illir løgmenn á Steigini. Nógvir vóru føroyingar, men aðrir vóru danir, norðmenn og íslendingar. Tann fyrsti var Guttorm Andersen úr Sumba, og tann síðsti var faðir málmannin V.U. Hammershaimb, sum varð føddur á Steigagarði fyri 200 árum síðani, tann 25. mars í 1819. Í suðurgrønlendska býnum, Qaqortoq, búgva Páll og Marjun Poulsen, har tey virka sum trúðboðarar. Harafturat arbeiðir Marjun sum sjúkrarøktarfrøðingur. Seinastu sjey árini, Páll og Marjun hava búð í Qarqortoq, hava tey gjørt rættiliga nógv fyri børnini og tey ungu, sum búgva í býnum. Tilsamans eru umleið 3000 íbúgvar í Qaqortoq. Fólkini eru ótrúliga blíð, fitt og hjartagóð, og vit føla okkum sera væl í býnum, siga Páll og Marjun Poulsen, sum tó eisini síggja skuggasíðuna í grønlendska samfelagnum. Lars Olsen tríggjar broytingar í føroysku byrjunaruppstillingini, í mun til teir fyrstu ellivu, ið byrjaðu á vøllinum móti Malta leygardagin. Hesir byrja inni Gunnar Nielsen málverji Gilli R. Sørensen høgri bakkur Viljormur Davidsen vinstri bakkur Atli Gregersen miðverji Odmar Færø miðverji Rene S. Joensen miðvøllur Brandur H. Olsen miðvøllur Hallur Hansson miðvøllur Kaj Leo í Bartalsstovu miðvøllur Heini Vatnsdal miðvøllur Klæmint A. Olsen álop Nøkur uppskot, sum eru send til ársaðalfundin hjá Ognarfelagi tryggingartakaranna, eru viðgjørd í umboðsráðnum og hava ikki fingið undirtøku har, sigur formaðurin í ráðnum, Jákup Egholm Hansen. Umboðsráðið hevur tí eitt uppskot á ársaðalfundinum um at seta neyvari treytir, tá einstaklingar í umboðsráðnum kunnu krevja uppskot á skránna til ársaðalfundin. Umboðsráðið hevur eisini uppskot um dagførdar reglur um valbæri. Tær, sum nú eru, eru meira enn 20 ára gamlar. Krøvini um vælbæri eru eisini herd nú. Tað kann ikki góðtakast, at óviðgjørdar kærur liggja og bíða meira enn ein mánað á Psykiatriska deplinum, áðrenn tær verða sendar Kærustovninum aftur. Psykiatriska sjúklinga kærunevndin sigur, at í seks av teimum 16 málunum, sum nevndin viðgjørdi í fjør, tók tað Psykiatriska deplinum millum 21 og 57 dagar at fáa sent neyðugu skjølini til Kærustovnin. Býráðið í Havn fer hóskvøldið at atkvøða um eitt uppskot um at halda fram við leigumálinum í Berjabrekku og, at klinisku dietistarnir fáa boðið at flyta í Berjabrekku. Meirilutin í Fíggjarnevndini hjá býráðnum tekur undir við hesum. Heilsutrygd vil, at kommunulæknarnir halda fram í Berjabrekku. Har eru tvær viðtalur. Men tann eini læknin flytur í nýggju hølini við Kirkjustræti í Hoyvík. Teir fýra kommunulæknarnir í Miðlon, sum allir arbeiða niðursetta tíð, verða settir at arbeiða fulla tíð. Soleiðis verður annað av nýggju kommunulækna størvunum mannað. Tá komið er so langt, verða ein læknaviðtala í Berjabrekku, fýra í Gundadali, tríggjar í Miðlon, fimm í Kirkjustræti og ein viðtala er í Kollafirði. Mánadagin 25. mars 2019 vóru 200 ár liðin, síðani V. U. Hammershaimb varð borin í heim, og tískil fara Hammershaimb og føroyska málið at myndað henda TemaTýsdag í Nón. Í samband við 200 ára haldið hava trý langabbabørn V. U. Hammershaimb verið á vitjan. Vit hittu Jørn Ulrik, Evu og Margrethe Hammershaimb í søguliga umhvørvinum í Gamla Prestagarðinum á Nesi. Christer Lindqvist, ið er professari við Universitetið í Greifswald, hevur skrivað bók, har hann vísir á, at Hammershaimb hevði ein lutfalsliga lítlan leiklut í at gera tað føroyska skriftmálið. Vit spyrja Christer, hví hann kemur til hesa niðurstøðu. Hvat nýtt er í granskingini hjá Christer Lindqvist, og hvørjar eru høvuðsavbjóðingarnar, tá talan er um at menna málið, eru tveir av spurningunum, ið vit seta Sólvá Jónsdóttir, ið er forkvinna í Málráðnum. Hvussu kann máltøkni bera okkum framá var heiti á fyrilestri hjá Sjúrði Gullbein, ið er cand. phil. og limur í Málráðnum. Vit fáa orðið á Sjúrð í byrjanini av seinra tímanum. Júst máltøkni fekk stóra rúmd í hátíðarhaldinum av Hammershaimb, sum Setrið skipaði fyri í gjár. Vit skifta orð um evnið við Trond Trosterud, ið er professari við Universitetið í Tromsø, og Jógvan í Lon Jacobsen, ið er professari á Fróðskaparsetri Føroya. Hvussu eigur føroyska málið og føroysk máltøkni at raðfestast hægri Vit spyrja Honnu Jensen, sum er landsstýriskvinna í skúlamálum. V. U. Hammershaimb tók stig til at byggja prestagarðin á Nesi, og nú ætlanir eru at um at endurskapa prestagarðsfjósið omanfyri Gamla Prestagarðin, skifta vit orð við Palla Gregoriussen, arkitekt, sum hevur teknað nýggja savnsbygningin, og Kára Mikkelsen, ið er ein av fyrireikarunum. Skal nýggi H bygningurin á Landssjúkrahúsinum gerast liðugur í verandi líki, fara góðar 42 milliónir at vanta í. Tað eru boðini frá Landsverki til Heilsu og Innlendismálaráðið. Tað fer at kosta minst 10.000 krónur fyri hvønn brúkara við hitapumpu, um hann skal hava ein avsláttur upp á 50 oyru fyri hvønn kilowatt tíma. Stjórin á SEV heldur hetta vera bestu loysnina, meðan deildarleiðarin fyri tøkni á Glasi heldur hetta vera spill av pengum. Seinastu metingarnar vísa, at skúlin er dýrkaður 91 milliónir krónur síðani skúlabyrjan. Av teimun vórðu 60 milliónir brúktar í heimildarloysi í fjør. Samlaði kostnaðurin fer tí væl uppum 700 milliónir. Nýggja ferðaætlanin hjá bussleiðini í Tórshavnar kommunu hevur við sær, at bussurin ikki steðgar við dagstovnin við Velbastaðvegin. Føroyar høvdu málmøguleikar til at minka til 2 3 í seinna hálvleiki, men rumenski málverjin, Ciprian Tatarusanu, stóð væl, tá brúk var fyri honum. Landsliðsvenjarin, Lars Olsen, heldur, at føroyska liðið spældi stundum væl, men at mistøkini gjørdu, at úrslitið bleiv sum tað bleiv. Liðskiparin, Atli Gregersen, var ørkymlaður eftir dystin. Nógv var gott, men mistøkini tóku glansin av tí. Tað var avgjørt undan dystinum, at hann skuldi taka brotssparkið, segði málskjúttin eftir dystin. Peter Cetera hevði givið eina aðra soloplátu út, meðan hann var við í Chicago, men hon hevði ikki fingið nógv hjørtu at banka. Øðrvísi var við hesari, her einamest Glory of Love setti kenslur í gongd hjá fólki. Girls Just Want To Have Fun , Time After Time , og She Bop eru størstu hittini á plátuni. She s So Unusual er á yvirlitinum yvir tær 500 bestu útgávurnar yvirhøvur, sum tíðarritið Rolling Stone ger. Hanna Jensen, landsstýriskvinna, fer á tingfundinum í dag at leggja fram frágreiðing um vaksnamannaútbúgving og arbeiðsmarknaðardepil. Mentamálaráðið, Almannamálaráðið og Samferðslumálaráðið varða av teimum ymisku skipanunum, sum skulu brúkast í vaksnamannaútbúgving og arbeiðsmarknaðardepli. Fyri góðum sjey árum síðani hevði Eyðgunn Samuelsen, sum tá var í andstøðu, eitt uppskot til samtyktar um at stovna arbeiðsmarknaðardepil, sum samskipaði verandi og komandi skipanir á arbeiðsmarknaðinum. Arbeiðsmarknaðardepilin skuldi vera eitt stað, har sum arbeiðsgevarar, fakfeløg og politisku myndugleikarnir arbeiddu saman um millum annað útbúgving fyri ófaklærd og tilkomin, sum ikki hava aðra skúlagongd enn fólkaskúlan. Tingið skal eisini í dag viðgera uppskotið um at leingja verklagslógina um skúladepilin í Marknagili og uppskotið frá Pálli á Reynatúgvu, tingmanni, til samtyktar um at taka føroysku fólkatingssessirnar av. Lógin er broytt í royndunum at forða fyri, at pengar verða hvíttaðir. Í Grønlandi er harðasta revsing sekt. Í Føroyum og Danmark er harðasta revsing fongsul í mesta lagi í seks mánaðir. Sambært grønlendska kringvarpinum, KNR, gjørdi Grønlandsnevndin hjá fólkatinginum vart við hetta í álitinum. Nevndin stúrir fyri, at Grønland verður brúkt til at hvítta pengar, tí revsingin har er linari enn aðrastaðni. Kriminallógin í Grønlandi loyvir bara sekt. Revsilógin í Føroyum og í Danmark loyvir fongsulsrevsing, tá lógarbrotið er serliga grovt. Fólkatingið samtykti annars í gjár lógirnar fyri Grønland og Føroyar um at flyta pengar millum lond. Í Danmark hevur lógin verið galdandi í nøkur ár. Hon byggir á ES reglur. Hin 7. mars, sama dag sum tað gjørdist alment, at Strandferðslan hevði keypt Alpha Pilot til at røkja Hestleiðinga burturav, spurdi Teistanevndin um hetta keypið og hví nevndin ikki var hoyrd, áðrenn avgerðin var tikin. Bersøgin lýsir hann Strandferðsluna sum eitt stórt klútateppi av ymiskum ferjum, sum allar eru farnar um eftirlønaraldur. Einasta undantak er Smyril. Men hinar ferjurnar krevja ymiska viðgerð, ymiska trygdarskipan, ymiskt innkeyp, ymiskt viðlíkahaldsprogram, ymiskar certifiseringar, ymiskar arbeiðsætlanir og so framvegis. Tað er sostatt null standardisering, sum annars er tað, øll reiðarí stremba fram ímóti til tess at fáa ein meira smidligan rakstur, ljóðar bersøgna niðurstøðan frá Hilmari Eliasen, ið leggur soleiðis afturat Sambært Hilmari Eliasen var tað Samferðslumálaráðið, sum byrjaði alt hetta málið. Tað var Samferðslumálaráðið, sum vildi hava bátin keyptan. Stóð tað til Strandferðsluna, so varð Alpha Pilot ikki keyptur. Men tú kanst siga, at vit bitu á. Og orsøkin til tað er ein vón um, at báturin kann taka ringasta trýstið av Teistanum, sum annars skuldi røkja tvær farleiðir í vár og summar. Alpha Pilot kostaði Strandferðsluni 400.000 krónur at keypa, og teir pengarnar finnur Hilmar Eliasen á játtanini til stovnin. Umframt kostnaðin at keypa bátin krevur tað umleið hálvt annað ársverk at reka hann. Eisini teir pengarnar skal stovnurin finna á síni játtan. Í januar 2019 var árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið 1,1 prosent. Hetta er tað minsta, sum nakrantíð er gjørt upp, sæst á heimasíðuni hjá Hagstovuni. Hjá mannfólki var arbeiðsloysið 0,9 prosent og hjá konufólki 1,3 prosent. Í tali var árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið 323 persónar í januar í ár, tað eru 302 færri enn sama mánað í fjør. Í fyrru hálvu av 20. øld herjaðu tuberklar í Føroyum. Føroyingar við sjúkuni vóru innlagdir á Sanatoriinum í Hoydølum, sum virkaði sum sjúkrahús og bústaður fyri tey við sjúkuni. Leikurin TUBERKLARNIR er bygdur á veruligar hendingar og samrøður við sjúklingar og avvarandi. Løgmaður lovaði annars, at fundurin skuldi verða í seinasta lagi 20. mars. 26. februar frættist annars úr Løgmansskrivsstovuni, at fundurin bleiv fyri hálvan mars. Fundur var millum landsstýrið og Bú og heimatænastuna í januar, og tá varð avtalað at hava fund aftur fyrst í februar. Men tann fundurin hevur ikki verið enn. Tað nýggjasta er, at fundurin verður 5. apríl. Hvar hann verður, er ikki avgjørt enn. Bú og heimatænastan hevur ikki fingið at vita, hvørjum landsstýrið kemur við. Tað var tó striltið hjá býráðnum á Tvøroyri at geva TB stuðul í ár. Men endin bleiv, at TB fær 300.000 krónur og harafturat 20.000 krónur um mánaðin frá 1. apríl og árið út, samanlagt 480.000 krónur. Býráðið atkvøddi um eitt uppskot frá Súsonnu Bertholdsen. Tað fekk fýra atkvøður, atkvøðurnar hjá Javnaðarflokkinum. Minnilutin atkvøddi ikki. Men málið var fyri á tveimum býráðsfundum. Nøkur uppskot vóru. Mentanarnevndin hjá býráðnum mælti til at lata sama stuðul sum í fjør, 300.000 krónur. Men Bjarni Hammer, sum er í Mentanarnevndini, mælti til at lata 30.000 krónur afturat um mánaðin, so stuðulin hevði blivið 660.000 krónur í ár. Anita Vibergsdóttir vildi hava kommununa at heita á mentanarnevndina um at gera eina stuðulsinnsavning til TB millum fólk í kommununi. Í Fíggjarnevndini og á býráðsfundi mælti Kristin Michelsen til at lata TB 500.000 krónur í ár. Men einki uppskot fekk meiriluta í býráðnum 13. februar. Javnaðarflokkurin mælti so til at senda málið aftur í Mentanarnevndina. Tað varð samtykt. So varð roynt aftur á býráðsfundi. Og tá varð samtykt at lata TB 480.000 krónur. Sjónvarpssendirøðin, Andri á føroyaferð, sum verður víst í sjónvarpinum, og sum eisini hevur verið tøk her á kvf.fo, er tikin av heimasíðuni. Orsøkin er, at Kringvarpið ikki hevur rættindi at hava sendingarnar liggjandi á heimasíðuni, sum vit annars hildu, at vit høvdu rættindi til. Fyrstu sendingarnar í sjónvarpssendirøðini vóru tøkar á kvf.fo, men tær vórðu tiknar av heimasíðuni aftur fyri tveimum vikum síðani. ES tingið eigur at lata dyrnar standa á gloppi fyri møguleikanum, at brexit verður útsett í langa tíð, um bretar fara at umhugsa brexit av nýggjum. Eisini um tað ber í sær, at bretar noyðast at velja limir í ES tingið í mai. ES eigur ikki at svíkja teir umleið seks milliónir bretarnar, sum vilja verða verandi í samveldinum. Men Theresa May, forsætisráðharri, hevur fingið freist frá ES hesa vikuna aftrat at fáa undirhúsið í London at samtykkja avtaluna, sum Theresa May hevur gjørt við ES. Nigel Farage, sum í mong ár hevur stríðst fyri at taka Bretland úr ES, segði í síni røðu í ES tinginum, at Bretland eigur at verða tikið úr ES sum skjótast, so vit onnur kunnu sleppa víðari við tilveruni, sum hann tók til. Halda tygum, at bretar hava broytt støðu til brexit, er tað eitt mistak. Úrslitið av einari nýggjari folkaatkvøðu hevði helst verið, at enn størri meiriluti hevði verið at taka Bretland úr ES, segði Nigel Farage. Orðaskiftið í ES tinginum var fáar tímar fyri, at bretska parlamentið seinnapartin fer at hava fleiri vegleiðandi atkvøðugreiðslur um 16 ymiskar brexit loysnir. Í dag um amerikanska countrybólkin The Flatlanders, sum hevur røtur í Lubbock, Texas, sum Jimmie Dale Gilmore, Joe Ely og Butch Hancock stovnaðu í 1972. Tuberklarnir er heitið á nýggjum leiki, sum komandi vikuskifti verður spældur í gamla Sanataroriebygninginum í Hoydølum, og eru tað næmingar á sjónleikaskeiðinum fyri tilkomin, ið hava leitað fram tilfar, skrivað leikin og spæla. Vit hitta dramalæraran og leikstjóran Sóley Danielsen og tríggjar av tilkomnu leikaranum, Karin Djurhuus, Bergljótt av Skarði og Onnu Olsen. Julie Sass er donsk listakvinna, sum er útbúgvin myndlistakvinna í Keypmannahavn og New York. Og í hesum døgum fyrireikar Julie Sass sína fyrstu soloframsýning í Føroyum, og framsýningin letur upp í Steinprenti leygardagin. Vit hitta donsku listakvinnuna. Nú tað mánadagin vóru 200 ár liðin, síðani V. U. Hammershaimb varð borin í heim, hevur Posta lagt fram nýtt miniark við trimum frímerkjum, ið hátíðarheldur Hammershaimb. Vit tosa við Kim Simonsen, ið er ein av stigtakarunum. Janus á Húsagarði, sum bæði er tónleikari og myndlistamaður, letur í morgin upp forvitnisliga listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Vit hava verið á gátt millum hansara trøll og havverur. Og vit fara eisini at fregnast í kringvarpsforhøllini, har Havnar Jazzfelag og Kringvarp Føroya lata dyrnar upp til eina ókeypis konsert við Magnusi Johannesen og Torleiki Mortensen í dag klokkan 5. Tú kanst hoyra sendingina her Býráðið í Runavík samtykti í februar at heita á Kongshavnar havnarstýri um at fíggja kanningina, tí hon varð hildin at vera felags mál fyri kommunurnar við Skálafjørðin. Kongshavnar havnarstýri hevur viðgjørt áheitanina frá býráðnum og spurdi allar kommunur í samstarvinum, um tær taka undir við, at havnarstýrið rindar kanningina. Á býráðsfundinum í kvøld fer Vinnu og havnarnevndin í Runavík at mæla til, at peningur frá Kongshavnar havnarstýri verður játtaður til at kanna ljóðdálking og luftdálking frá skipum, sum koma á Skálafjørðin. Men plássini í Hoydølum eru ikki við í fíggjarætlanini. Skúlalonin í Hoydølum verður leigað fyribils í ár og næsta ár til dagsstovn, meðan aðrir stovnar verða útbygdir. Býráðið skal tó taka støðu til pengar til tveir aðrar dagsstovnar í kommununi, Býlingshúsið inni á Gøtu og Býlingshúsið í Maritugøtu. Tórshavnar kommuna er bundin til at geva leiðara, sum hevur verið í farloyvi frá leiðarastarvinum í sambandi við politiskt starv, eitt sambærligt starv sum tað, hann hevði. Hetta kostar 540.000 krónur í ár., sum býráðið eisini skal taka støðu til í kvøld. Knút hevur skrivað um tónleik, eins og hann hevur undirvíst í tónleiki. Hann hevur givið tónleik út í egnum navni, og hevur eisini spælt ein stóran leiklut í nógvum tónleikaútgávum og spælt í fleiri tónleikabólkum. Serritgerðin hjá Knúti snúði seg um tónaskaldi, yrkjaran, mentanmannin og bohemelegenduna og próstasonin, Regin Dahl, sum var borin í heim fyri hundrað árum síðan, hin 5. november 1918. Nú hevur Knút skrivað stórverk um Dahl. 21. mars 2019 varð bókin um Regin Dahl, sum telur 500 síður, givin út á Sprotanum. Bókin hevur heitið, Heimurin, ið hvarv útlagna sangtónaskaldið Regin Dahl og føroyska tjóðin. Øll flúgving hjá Wow Air er avlýst, sigur flogfelagið á heimasíðuni . Seks flogfør, sum skuldu koma úr Amerika í nátt lættu ongantíð frá flogvøllum vestanhavs. Og sjey túrar vóru eftir ætlanini til Evropa í morgun, men teir eru eisini avlýstir.Fleiri túsund ferðafólk eru strandað ymsastaðni, skrivar BBC News . Íslendskir miðlar skrivar, at flogleasingfeløg hava afturhildið flogførum í norðuramerikonskum lufthavnum, tí Wow Air ikki hevur hildið leasingavtalurnar. Felagið varð stovnað í november 2011 og fleyg fyrsta túrin í mei 2012. Í oktober sama ár yvirtók flogfelagið Wow Air tað sum eftir var av trotabúnum eftir Iceland Express. Tá flogfelagið Wow Air var uppá sítt besta, hevði felagið 20 flogfør og fleyg til mera enn 40 ferðamál í USA, Kanada, India og Evropa. Ferðafólk, sum hava ferðaseðil við Wow Air, eru biðin um at finna sær annað flogfelag. Wow Air sigur í fráboðanini, at nøkur flogfeløg kunnu veita ferðafólkum sonevndan bjargingarferðaseðil. Vit hoyra ofta, at vit dálka, og at tað millum annað finst nógv plast í náttúruni. Men hevur hetta nakra ávirkan á føroysku náttúruna, og hvussu ávirkar plast føroyska djóralívið Sjúrður Hammer, lívfrøðingur, hevur granskað, hvørt plast er í fugli í Føroyum, og hvussu fuglurin ávirkast av hesum. Í vitanartáttinum í morgunsendingini greiðir hann frá, at plast er skaðiligt fyri fugl og fisk, og at talan er um ein vaksandi trupulleika. Tá fuglur og fiskur etur plast, fyllir tað í búkinum, og harafturat er plastið ofta hvast, sum kann skaða magan, sigur hann og leggur aftrat, at bæði myndugleikar og borgarar kunnu og eiga at gera nakað við trupulleikan. Nú sethús skulu hava alternativa og grøna orku, vil Sambandsflokkurin hava kanningar gjørdar av jarðhitanum og flógva vatninum í føroysku undirgrundini. Flokkurin hevur tí lagt eitt uppskot til samtyktar fyri løgtingið, har heitt verður á landsstýrið um at fyrireika løgtingslóg, sum setur ferð á hetta kanningararbeiðið. Í viðmerkingunum til uppskotið stendur, at fleiri dømi eru um flógvar og heitar keldur, sum koma upp úr jørðini. Hitin er tó ymiskur úr fáum stigum heilt upp í 25 stig. Sambandsflokkurin mælir til, at hesar loysnir sleppa undan mvg gjaldi, og at tær verða partur av tillagaðu el prísunum, ið eru samtyktir á Løgtingi. Lívið hjá Mortani fór í sor, tá hann varð raktur av tunglyndi. Hann gavst við útbúgvingini, hjúnarlagið fór, og hann bleiv illa fyri likamliga. Bretland hevur sama búskaparliga týdning sum 20 av teimum smærru limunum í ES, so tað er greitt, at tað fær avleiðingar fyri ES at missa ein so stóran búskap í samstarvinum, sigur føroyska sendikvinnan í Brússel. Tað verður ikki friður í Bretlandi fyrr enn Bretland er farið úr ES. Dregur Bretland í land nú, fer hendan ósemjan um limaskap at prutla undir lokinum í ævir, metir landsstýrismaðurin í uttanríkis og vinnumálum, Poul Michelsen. Hoyr eisini føroyska sendimannin í London, Áka Johansen, Hallu Nolsøe Poulsen, forkvinnu í brexit bólkinum og Regin Berg, stjórnmálafrøðing, viðgera brexit støðuna í Radaranum. Eitt Tjóðleikhús á Skálatrøð í Havn fer at oyðuleggja vinnulívið í miðbýnum í Havn, sigur Høgni L tzen, stjóri í amboðshandlinum, Valdemar L tzen, sum hevur tikið stig til mótmælisskriv móti staðsetingini av nýggja Tjóðleikhúsinum. Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, er ósamd, men hon sigur, at einki leikhús verður bygt, fyrr enn ein loysn er funnin á parkeringsviðurskiftunum. Eins og við gøluni í Danske Bank, er tað illgrunasamur peningastreymur, sum hevur verið gjøgnum deildina hjá Swedbank í Estlandi, sum er í miðdeplinum. Í gøluni um Danske Bank kom nýliga fram, at eini 1.500 milliardir streymaðu gjøgnum bankadeildina í Estlandi, og illgruni er um, at nógvar hundrað milliónir av teimum eru vaskaðar hvítar. Svenska Kringvarpið hevur avdúkað, at estiska deildin hjá Swedbank í Estlandi í eitt áratíggju kann hava hvíttað nógvan pening, tí 1.400 milliardir svenskar krónur streymaðu gjøgnum teirra deild í Tallin. Kundar har av serligum áhuga eru russarar og fólk úr fyrrverandi sovjett londum. SVT skrivar, at bankin sjálvur hevði flokkað hesar kundarnar sum sera vágafullar . Aðalfundur var fyrr í dag í Swedbank, og stóru partaeigararnir í bankanum valdu at lata nevndina í bankanum sleppa at verða sitandi. Fleiri av teimum smærru partaeigarunum vildu hinvegin hava, at nevndin skuldi setast frá, men ístaðin bleiv stjórin, Birgitte Bonnesen koyrd. Serliga svenska løgreglan, sum arbeiðir við fíggjar brotsverkum, gjørdi húsarannsókn í Swedbank í gjár og kannar nú illgrunan um grovt svik og hvítting. Leirlistin hjá Guðrið Poulsen er sett upp í Galerie Focus í kjallaranum hjá Marionnu Norðoy. Hetta er ikki fyrstu ferð, at Guðrið Poulsen sýnir fram har. Mær dámar, at tað eitt sindur lágt til loftið, og at tú kemur oman gjøgnum einar trappur. Tað ger longu okkurt við teg, og hvussu tú upplivir tingini, sigur Guðrið Poulsen Hóast Mentamálaráðið ikki gevur næmingunum loyvi til at sleppa upp til próvtøku eftir gomlu reglunum, so sigur ráðið, at leiðslan á Glasi ikki hevur gjørt sína skyldu í hesum málinum. Tá næmingarnir venda sær til leiðsluna á Glasir, varnast leiðslan, at tey púrasta hava gloymt at kunna næmingarnar um trý ára gomlu broytingarnar. Ráðið fer at taka hetta upp við leiðsluna á Glasi í næstum, skrivar aðalstjórin í Mentamálaráðnum og løgfrøðingurin í ráðnum til næmingarráðið á Glasi. Bretski rúmdarstovnurin, UK Space Agency, hevur kunnað landsstýrið um, at stovnurin á sumri næsta ár fer at geva loyvi til at senda fylgisveinar út í rúmdina, sum millum annað skulu betra um samskiftið og leiðbeina um veðrið. Rakettirnar sum skulu bera fylgisveinarnar út í rúmdina, detta niður, tá fylgisveinurin er komin upp á pláss, og leivdir av rakettunum kunnu detta niður í føroyskt øki. Vinnumálaráðið arbeiðir við málinum og fer at seta bretska stovninum fleiri spurningar, sigur Jóanna Djurhuus, ráðgevi í Vinnumálaráðnum. Háskúlin í Sandoynni hevur fingið góðkenning til at fara undir at skipa háskúlaskeið, sum hava eina samanrenning í millum evnini, matlist, tilfeingi, nátturu og náttúrunýtslu. Hanna Jensen, landsstýriskvinna í undirvísingar og granskingarmálum, hevur góðkent virksemið hjá Háskúlanum í Sandoynni, boðar Mentamálaráðið frá. Stýrið fyri háskúlan á Sandi vísir sjálvt á møguleikan at samstarva við eitt nú Fróðskaparsetrið um vitan og um at gera royndir, soleiðis, at tað seinni kann fara at bera til at stovnseta hægri útbúgvingar innan økið. Ein annar møguleiki er, at skúlin í Sandoynni samstarvar við Føroya Fólkaháskúla og Ítróttarháskúlan í Suðuroy, so allir tríggir háskúlarnir kunnu bjóða sínum næmingum umbýtisskipanir og vitjanir. Í dag eru 125 ár liðin, síðani Victor Danielsen varð borin í heim í Søldarfirði. Og Victor Danielsen var ein sera ágrýtin maður, ið legði úr hondum føroyska Bíbliutýðing, umframt eina ørgrinnu av sangum, sálmum, bókum og øðrum virksemi. Í fyrra tímanum fara vit saman við Jógvani á Lakjuni, Jákupi á Lakjuni og Jóannesi Hansen at lýsa Victor Danielsen úr ymiskum sjónarhornum. Í kvøld fer Sangleikabreytin í E Námi á pall í Mentanarhúsinum í Fuglafirði við sangleikinum Grease. Vit hava verið á gátt. Í dag var verkstova um atgongd til talgild tíðarrit og dátugrunnar í Kongshøll. Vit tosa við Anniku Sølvará, stjóra í Granskingarráðnum, um hví tað er týdningarmikið at vísundalig tíðarrit gerast ókeypis. Tú kanst hoyra sendingina her Tær fimm milliónirnar, sum ætlanin er at brúka til fyribils ábøtur, eru bara ein lítil partur av tí, sum tað kostar at gera neyðugu ábøturnar á bygningarnar í Hoydølum. Landsverk gjørdi eina leysliga meting av teimum mest átrokandi ábótunum fyri nøkrum árum síðani, og tá var tørvurin 62 milliónir krónur til bygningarnar. Høgni Hoydal, landsstýrismaður í mentamálum, sigur, at ætlanin er at útvega fígging við leiguinntøkum fyri skúlalonirnar, men neyðugt verður eisini við eykajáttan. Skúlarnir á Giljanesi og í Sørvági hava fingið stuðul frá Vága og Sørvágs kommunu til eina námsferð til Edinburgh fyri 10. flokk næsta skúlaár. Byggifeløgini MT Højgaard og Lofti arkitektar skulu gera umlættingar og rehabiliteringardepilin í Rólantsgøtu í Hoyvík til eldri fólk í kommununi. Samráðingar millum tey trý manningarfeløgini og Reiðarafelagið slitnaðu seinnapartin í gjár, og partarnir hava sent boð eftir Semingsstovninum. Annfinnur Garðalíð, formaður í Skipara og navigatørfelagnum, skrivar á sínum facebookvanga, at samráðingarnar slitnaðu klokkan 16.30 seinnapartin í gjár eftir fimta fundin millum partarnar. Eini 1.100 fólk missa sítt starv, eftir at Wow Air er farið á húsagang. Tað skrivar íslendska ferðavinnublaðið, Grapevine, á heimasíðuni. Unnur Sverrisdóttir, stjóri í íslendsku arbeiðsloysisskipanini sigur við netavísina, Vísir, at tey hava sett átøk ígongd til tess at lofta øllum teimum, sum fara at missa sítt starv. Tað er væl hugsandi, at talið av teimum, sum fara at verða arbeiðsleys verður nógv hægri, tí tað kann verða, at onnur í øðrum vinnum óbeinleiðis verða rakt av húsaganginum eisini. Rættarnevndin sigur, at á hoyringarfundi herfyri vísti Heilsu og Innlendismálaráðið á, at ráðið metti tað vera rættast at seta nakrar treytir í lógargreinina, sum heimilar, at fólk kunnu fáa nýtt P tal samsvarandi samleika sínum. Nú hevur ein limur í Rættarnevndini spurt Heilsu og Innlendismálaráðið hvørjar treytirnar eru, og hvussu ráðið hevði orðað lógarbroytingina. Rættarnevndin viðger enn uppskotið hjá Sonju Jógvansdóttur um at broyta lógina um fólkayvirlit, so fólk kunnu fáa løgfrøðiligt kynsskifti. Onnur er, at tann, sum vil hava annað P tal, skrivliga boðar frá, at hon ella hann vil hava tað, tí viðkomandi kennir seg at hoyra til hitt kynið, og eftir hava hugsað seg um í seks mánaðir frá umsóknardegnum, skrivliga váttar sína umsókn. Fyrstu ferð, freistin at koma við áliti, varð longd, var til 11.desember. Síðani varð hon longd til 11.februar. Og seinast varð hon longd til 4.mars. Uppskotið gevur fólki, hvørs lívfrøðiliga kyn er í andsøgn við kynssamleika teirra, møguleika til at søkja um at kunna skifta kyn løgfrøðiliga. Hetta gevur tvørkyndum møguleika at velja sær navn samsvarandi samleika sínum, fáa nýtt samleikaprógv, koyrikort og pass, sigur Sonja Jógvansdóttir. Kristian Eli Zachariasen, formaður í Umhvørvis og býarskipanarnevndini, sigur, at tað er í tráð við vakstrarætlanina hjá kommununi. Spælilandið skal staðsetast á ítróttarøkinum, og býráðið hevur fingið sær dragararnar frá gomlu høllini hjá Wenzil Petersen bilsølu í Havn at brúka til høllina, sum skal gerast til spælilandið. Ætlanin var at áseta gjaldið eftir loyvum at ala laks, men farið varð frá tí, og í staðin fyri varð gjald lagt á tað, sum alibrúkini taka. Íslendski fiskimálaráðharrin, Kristján ór Júlíusson, hevur lagt uppskot fyri altingið um gjald á alivinunna. Gjaldið verður úr hálvum prosentið upp í 3,5 prosent. Í viðmerkingunum um lógaruppskotið stendur, at funnist hevur verið at mátanum at krevja gjaldið eftir, hvørji loyvi, alibrúkini hava fingið. Orsøkin er, at inntøkuskatturin er lægri í Føroyum, og alivinnan í Íslandi, longu sum er, rindar í umhvørvisgrunnin hjá alivinnuni. Tá tú málar, so leitar tú allatíðina eftir onkrum. Her veitst tú, hvussu tað sær út. Tú skalt bara skera tað út, sigur Bárður Dal Christiansen. Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, legði fyrrapartin játtanarkarmar fyri árini 2020 2024 fram á tíðindafundi í Fíggjarmálaráðnum. Rakstrarvøksturin hjá landinum verður hálvtfjórða prosent næsta ár, sambært játtanarkørmunum. Størsta meirjáttan næsta ár verður til heilsuverkið. Heilsuverkið fær 70 milliónir krónur meira, sammett við upprunaligu játtanina á fíggjarlógini fyri í ár. Tá er eykajáttanin, sum brúk longu er fyri í ár, eisini við. Umframt heilsuverkið, skulu 40 milliónir meira brúkast til pensjónir, 20 milliónir til útbúgving og gransking og 10 15 milliónir krónur til heimtøku av málsøkjum. Avlopið á fíggjarlógini skal vaksa 200 milliónir næstu fimm árini. Málið er at hava 501 millión í nettoavlopi næsta ár, men so skal avlopið hjá landskassanum vaksa upp í 700 milliónir krónur í 2024, Landsstýrið roknar við, at búskaparvøksturin, sum tey seinnu árini hevur verið størri enn væntað varð, eisini heldur fram tey næstu árini. Føroyska bruttotjóðarúrtøkan er nú komin upp um 20 milliardir krónur, segði Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, á tíðindafundinum fyrrapartin. Játtanarkarmarnir vórðu í morgun lagdir fram, men tað eru óivað fleiri, sum ikki heilt vita, hvat hetta inniber. Men í morgunsendingini í morgun greiddi Atli Leo, ráðgevi í Fíggjarmálaráðnum, frá, hvat játtanarkarmarnir eru, og hvussu vit skulu skilja hugtøkini, sum verða nevnd í sambandi við játtanarkarmarnar. Hann sigur, at játtanarkarmarnir minna um eina kladdu til Fíggjarlógina, men tó er munur á millum annað fevna játtanarkarmarnir um fimm ár, meðan fíggjarlógin bert fevnir um eitt ár. Í sendingini sóu vit Mortan Jespersen, og hvussu hann eitt nú við at brúka Fountainhúsið roynir at fóta sær aftur í lívinum, eftir at hann fyri tveimum árum síðani fekk staðfest tunglyndi. Fýra dagar um vikuna kemur hann í Fountainhúsið, har hann fær hjálp og stuðul frá Andriasi Hansen, sum er hansara kontaktpersónur í Fountainhúsinum. Eg dugi ikki at ímynda mær, hvussu tað hevði verið, um eg ikki hevði havt Andrias og Fountainhúsið, tí mann søkkur djúpri og djúpri niður í eina depressión, um mann fær loyvi til tað. So tað er ótrúliga umráðandi, sigur Mortan Jespersen, sum sambært Andriasi Hansen er komin væl fyri seg, síðani hann fyri einum ári síðani byrjaði at ganga í Fountainhúsinum. Mortan er komin væl fyri seg upp á nógvar mátar, men har er ymiskt við heilivágnum, sum ikki er reguleraður ordiligt. Og tað brúka vit nógv tíð og orku uppá, staðfestir Andrias Hansen. Her er ikki hent so nógv, síðani upptøkurnar fóru fram, sigur Mortan Jespersen og sipar til, at hann hevur tørv á, at heilivágurin verður reguleraður, soleiðis at hann passar til júst tann tørvin, sum Mortan hevur. Mann lærir seg at liva við teimum lyftunum, mann fær. Men mann verður settur at hanga og bíða, sigur Mortan jespersen, sum kortini ikki hevur mist mótið. Janus Vang, stjóri á iNOVA, sigur, at higartil eru 12 føroyingar í uppskoti. Í fjør vóru tey 25 í tali, og Janus Vang vónar, at fleiri koma aftrat í ár. Eftir at hava ferðast í eina viku sær Pappdalurin ikki gott út. Onkur hevur blakað rusk í garðin, so her má ruddast. Jensina syngur um eina suggu, og tey fara í Loyniligu Loynihurðina. Í dag eru tey sera heppin, tí hurðin kann hjálpa teimum at sleppa av við ruskið V. U. Hammershaimb hevur havt stóran týdning fyri alla familjuna, siga tey trý langabababørnini. Ofta hevur verið tosað um V. U. Hammershaimb, og fleiri av traditiónum hjá V. U. Hammershaimb og konuna eru framvegis á skránni hjá familjuni. Føroyski báturin, sum V. U. Hammershaimb hevði stóran tokka til, hugtekur framvegis familjuna, samstundis sum áhugin fyri tí maritima gongur aftur hjá fleiri av eftirkomarunum. Tú kanst hoyra samrøðurnar her Tað hevur verið sunt at hava ein steðg. Eg kenni, at eg dugi betri nú, enn eg gjørdi fyri fimm árum síðani, sigur Janus á Húsagarði. Christer Lindqvist, professari við universitetið í Greifswald, hevur skrivað bók um, hvussu føroyska skriftmálið bleiv til, og í samband við 200 hátíðarhaldið av Hammerhaimb hevði hann fleiri fyrilestrar um sína gransking. Mánadagin hevði hann upplegg á Landsbókasavninum, týsdagin helt hann fyrilestur í Kongshøll, tá Setrið og Málráðið skipaðu fyri hátíðarhaldi, og eisini hevur hann grein í tíðarritinum Frøði um sína gransking. Vanligt verður sagt, at Hammershaimb er faðir at føroyska skriftmálinum, men greitt hevur eisini verið, at hann evnaði skriftmálið til saman við øðrum. Hammershaimb er sum heild kendur fyri at hava stríðst fyri tí føroyska, søguliga skriftmálinum, sum vit nýta í dag. Hann hevur skrivað mállæruna, savnað eina rúgvu av kvæðum og søgnum og skrivað nógvar greinar og tekstir um føroyska málið og málnýtslu. Høvuðsverkið eru helst tekstasøvnini Færøsk Anthologi . Christher Lindqvist hevur nú neyvt granskað tey sonevnud gandaráðini, sum sigast at verða grundarlagið undir føroysku stavsetingini, sum vit nýta í dag. Og svenski professarin vísur á, at Hammershaimb hevði ein lutfalsliga lítlan leiklut í at gera føroyska skriftmálið. Hammershaimb varð biðin um at gera viðmerkingar til handritið við gandaráðunum, sum íslendingurin Jón Sigurðsson hevði skrivað. Men Hammershaimb gjørdi lutfalsliga fáar broytingar í handritinum,og tí heldur Christer Lindquist, at sigast kann, at Jón Sigurðsson í størri mun enn Hammershaimb er faðirin at føroyska skriftmálinum. Hvat er nýtt í granskingini hjá Christer Lindqvist, professara við Universitetið í Greifswald, og broytir granskingin vanligu fatanina av, hvønn týdning Hammershaimb hevði, tá føroyska skriftmálið var evnað til Tað hava vit spurt Sólvu Jónsdóttir, forkvinnu í Málráðnum um. Eisini tosa vit við hana um, hvørjar høvuðsavbjóðingarnar eru í mun til at menna føroyska málið Sólvá Jónsdóttir vísur sum heild á, at vit altíð hava vitað, at Hammershaimb ikki gjørdi føroyska skriftmálið til einsamállur, og at millum annað íslendingurin Jón Sigurðsson eisini hevði ein stóran leiklut. Hetta stendur bæði søgubókum og í undirvísingartilfari um upprunan til føroyska skriftmálið. Men higartil hevur ongin kanna gandaráðini og samskiftið um gandaráðini í smálutir, og tí koma nakrar nýggjar upplýsingar og smálutir fram í granskingini hjá Christer Lindqvist, vísur forkvinnan í Málráðnum á. Hendan nýggja vitanin er tó ikki nakað, sum kollveltur søguna um upprunan til førosyka skriftmálið ella fatanina av leiklutinum hjá Hammershaimb at gera skriftmálið, heldur Sólvá Jónsdóttir. Hon vísur á, at sum heild hevur Hammershaimb haft ein sera týðandi leiklut í menningini av føroyska skriftmálinum, og at skriftmálið varð nýtt í verki. E nám er eitt samstarv millum Fuglafjarðar skúla, Skúlan við Streymin og Stranda skúla um 10. flokk, og talan er um samstarv, ið umfatar fleiri tilboð til næmingarnar. Ein av møguleikunum, ið stendur næmingunum í boði, er sangleikabreytin, sum hesuferð telur 45 næmingar úr 10. flokkunum. Og tað eru júst hesir næmingar, sum í hesum døgum framføra sangleikin Grease í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Tú kanst hoyra frásøgnina her M.a. Føroyar, hava víst áhuga fyri at hýsa kappingini. og í seinasta lagi 28. juni skulu londini senda inn endaliga umsókn um at hýsa kappingini. Kristin Dam Ziska, varaaðalskrivari í Fótbóltssambandinum sigur, at FSF hevur víst áhuga fyri innleiðandi umfarinum í kappingini, og hava fingið treytir og annað útbjóðingartilfar um kappingina. Tey 17 londini, sum hava víst kappingini áhuga eru umframt Føroyar, Albania, Hvítarussland, Belgia, Bosnia Herzogovina, Kypros, Kekkia, Danmark, Týskland, Ungarn, Ísrael, Noreg, Portugal, Rumenia, Russland, Slovakia og Spania og Andorra saman. Sigtór Kristinn Skúlason, forstjóri í Airport Associates, sigur við íslendska kringvarpið, at meginparturin av teimum uppsøgdu hava fingið tilboð um at arbeiða niðursetta tíð og í øðrum vaktum. Gylfi Ómar Heðinsson, stjóri í Bygg, sigur við íslendska kringvarpið, at tey hava bundið um heilan fyri í sambandi við tað, sum hendir í samfelagnum nú. Varastjórin fyri Tollfría handilin sigur, at 30 prosent av teimum, sum keypa í tollfría handlinum eru ferðafólk hjá Wow Air, og tí merkist tað. Neyðugt var við nýggjum løgmálaráðharra, eftir at Tor Mikkel Waras ígjár legði frá sær. Wara legði frá sær eftir at tað kom fram, at norska trygdarløgreglan, PST, hevur illgruna um, at sambúgvi hansara, Laila Anita Bertheussen, hevur í átta førum hótt Wara familjuna, umframt at hon longu er skuldsett fyri hóttan. Hóast Theresa May inniliga heitti á parlamentið um at atkvøða fyri skilnaðaravtaluni millum ES og Bretland, var støðan tann sama í dag. Elin Mortensen, føroysk sendikvinna í Brússel, sigur, at úrslitið av atkvøðugreiðsluni í bretska undirhúsinum í dag, sigur, óvissa valdar framvegis í ES høvuðsstaðnum Brússel. At búskaparligu tíðirnar eru góðar sæst aftur í uppskotinum um fíggjarkarmar, og samgongan væntar, at fíggjarlógin næsta ár fer at hava eina hálva milliard í avlopi. Andstøðutingmenn siga, at tølini, sum eru løgd fram, er ivasom. Teir vísa á, at meirútreiðslur eru longu staðfestar, hóast minni enn ein ársfjórðingur er farin av árinum. Kristina Háfoss, sum var gestur í sjónvarpsstovuni, vísir atfinningunum frá andstøðuni aftur. Hon sigur, at í næsta valskeiði fer Tjóðveldi at leggja dent á at minka ríkisveitingina. Sunneva Bæk er fyriskipari av Barnafestivalinum. Hon sigur í samrøðu við Vikuskiftið, at tey fara at bjóða alskyns mennandi og stimbrandi undirhald til børn í øllum aldri hvønn dag frá í morgin líka til sunnudagin 7. apríl. Hetta er eitt rættiliga stórt tiltak eini 6000 børn úr øllum landinum væntast at koma í Norðurlandahúsið hesar dagarnar, tiltakið varir. Hoyr samøðuna her Høgni Joensen er stjóri í Skúlanum við Løgmannabreyt. Hann sigur, at tey eru ikki blivin spurd eftir, áðrenn Jógvan á Lakjuni og Hanna Jensen løgdu uppskot fyri Løgtingið um, at tað skal verða álagt øllum fólkaskúlum at syngja morgunsang. Tað er ikki neyðugt við lógarkravi, heldur Høgni undrandi, tí skúlarnir gera longu nógv við sang, og Skúlin við Løgmannabreyt er onki undantak. Tey hava ikki bara morgunsang men syngja eisini í nógvum øðrum sambandi. Í lógini stendur, at fólkaskúlin skal geva børnunum eina kristna siðalagsliga uppaling. Spurdur um, hvussu Skúlin við Løgmannabreyt uppfyllir hetta kriterii við morgunsangi, sigur Høgni, at tey syngja fast ein sálm um morgunin, og so kunnu børnini sjálv velja ein annan sang, sum ikki nýtist hava nakað kristiligt innihald. Lógaruppskotið sigur ikki, hvørjar sangir skúlarnir skulu syngja, tí er tað opið fyri at syngja allar sangir. Spurdur um, hvørt Skúlin við Løgmannabreyt hevði givið loyvi at syngja sangin Mær dámar menn hjá Páll Finni og Páll til morgunsangin, svarar Høgni, at sangurin er á markinum men hann leggur afturat hví ikki tað, tí børnini syngja hann longu frammanundan . Hoyr samrøðu við Høgna Joensen, skúlastjóra og Jón Kragesteen, varaskúlastjóra Bjarni Restorff er leiðari fyri Tórshavnar Manskór, tað hevur hann verið líka síðani 1986. Hann hevur eisini arbeitt nógv við sangundirvísing, eitt nú í fólkaskúlanum. Spurdur um, hvørt hann heldur tað vera eitt gott hugskot at áleggja skúlum við lóg at syngja morgunsang, heldur hann tað ikki vera rætta vegin at ganga. Tað er ikki morgunsangurin í fólkaskúlanum, sum er avgerandi fyri okkara mentanararv tað er týdningarmeiri at hava sangundirvísing í skúlatímunum, heldur Bjarni, sum tó ikki er ímóti morgunsangi. Eftirsum ein grundgeving hjá Jógvani á Lakjuni, manninum aftanfyri lógaruppskotið um lógarkravdan morgunsang, er, at sangligi mentanararvurin skal varðveitast, spyrja vit Bjarna, hvussu hann heldur, sangur sum heild í føroyska samfelagnum hevur tað og her er Bjarni sannførdur um, at ongin trupulleiki er, sangur í Føroyum er væl og virðiliga varðveiddur og hevur tað gott. Heitisangurin Ring Ring er við á plátuni í versjónum á enskum og svenskum. Aðrir Ring Ring sangir hava mangan ljómað í útvarpinum, mest Nina Pretty Ballerina og He s Your Brother. Ikki fyrr enn mitt í arbeiðinum við hesari útgávu tóku tey støðu til at stovna ein varandi bólk, ið hevði tey fýra sum manning. People Need Love var fyrsti sangurin á enskum við teimum fýra, meðan Ring Ring var teirra fyrsti Grand Prix luttøkusangur. Søkt verður eftir einum stjóra til Klaksvíkar Sjúkrahús, einum stjóra til Suðuroyar Sjúkrahús og einum stjóra til Landssjúkrahúsið. Ronnie Midjord hevur sagt seg úr starvinum, sum stjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi, Heri Ellingsgaard hevur sagt seg úr starvinum sum stjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, og Jóannes Erik Køtlum hevur sagt upp sum stjóri á Landssjúkrahúsinum. Hann var eisini stjóri í sjúkrahúsverkinum. Fyrsti tunnil, sum verður gjørdur, er Dalstunilin, síðan Fámjinstunilin, stendur í uppskotinum til játtanarkarmar, sum varð lagt fram í gjár. Men av tí at hetta eru seinastu fíggjarkarmarnir, áðrenn løgtingsvalið, tað vil siga teir seinastu hjá hesi samgongu, kunnu stórar broytingar verða gjørdar, tá fíggjarlógaruppskotið verður lagt fram í heyst. Orka á Umhvørvisstovuni hevur tikið avgerð um at veita Vindfelagnum í Neshaga, sum er SEV, loyvi til elframleiðslu úr vindorku við sjey vindmyllum í Porkeri. Tá freistin at søkja var úti 1. mars, vóru tvey boð komin inn frá Vindfelagnum í Neshaga og frá hollendska vindmylluframleiðaranum EWT. EWT hevur bjóðað við einum felagi undir stovnan, og boðið frá teimum var treytað av, at til bar at fáa føroyskar íleggjarar við. EWT hevur seinni boðað Orku frá, at tað ikki eydnaðist, skrivar Orka. Boðið frá Vindfelagnum í Neshaga er 31,55 oyru kWt, sum merkir, at vindfelagið fær hendan prísin fyri framleiðsluna, ið verður latin inn á elnetið hjá SEV. Orka á Umhvørvisstovuni sigur, at tey við hesum útboðnum hava tryggjað møguleikan hjá øðrum framleiðarum at bjóða seg fram, samstundis sum fyrilit eru tikin fyri millum annað prísi og veitingartrygd. Eitt útboð er lýst á Eiði og eisini er umsókn móttikin um loyvi til elframleiðslu í Hoyvíkshaganum. Hetta loyvið verður boðið út í hesum døgum, sigur Orka. Flogfarið hjá Atlantic Airways, sum fór úr Vágum klokkan átta í morgun, mátti venda við, tí tað fekk ein fugl í motorinum, og noyddist tí at seta seg aftur. 122 ferðafólk vóru umborð. Hoyr samrøðu við Jóhonnu á Bergi, stjóra á Atlantic Airways. Ein arbeiðsbólkur mannaður av umboðum fyri felagið Gjómann og Sunda kommunu fer at lýsa bygningin og hvussu komandi virksemi kann skipast. Alt hetta verður gjørt í tøttum samstarvið við Tjóðsavnið, skrivar kommunan á heimasíðuni. Tjóðsavnið var og vitjaði skúlan við Gjógv fyrr í mánaðanum og saman við umboðum frá felagnum Gjómanni og Sunda kommunu, var ein fyribils ætlan gjørd fyri hvussu arbeiðið skal fara fram. Maðurin, sum er einkjumaður, hevur fingið nýggja damu, og sonurin er bangin um pápan, tí hann heldur, at nýggja unga daman hevur tikið ræðið av pápanum, bæði tá tað kemur til lívsstíl, vinir og pengar hansara. Eitsini viðger panelið bræv frá einari ungari ommu, sum suffar um, at børn og ommubørn ikki dáma matin, sum hon borðreiðir fyri teimum, eftir at hava gjørt sær stóran ómak. Í kjakfúsa panelinum hesaferð eru Allan Dalsgarð, Katrin Kallsberg og Sofus Hansen Várið verður ofta nýtt sum myndamál fyri lívsins byrjan, og til at mynda, at okkurt nýtt er ávegis, so sum eitt nýtt forelskilsi, sigur Vár í Ólavsstovu, sum eisini var tann fyrsta í Føroyum, sum fekk navnið Vár. Hans Petur Nolsøe er bóndi á Útistovugarðinum í Kaldbak, og hann greiðir frá tí arbeiði, sum hoyrir várinum til, og so svarar hann spurninginum Tá tú sært eitt fitt lítið smálamb, hugsar tú so, at hetta verður ein góður biti í heyst Íbúgvar á Kópaskeri á Norður eysturlandinum stúra, nú jarðskjálvtar hava herjað á leiðini alla hesa vikuna. Í Kópaskeri búgva sløk 200 fólk og fleiri bóndagarðar eru í økinum. Men nú eru jarðskjálvtarnir linkaðir, sigur Bergur Hermans Bergsson. Hann arbeiðir á íslendsku veðurstovuni, sum heldur hildið vakið eygað við gosum og jarðskjálvtum. Í kappingini snýr tað seg um at gita kendar føroyskar sangir, og eisini verður klokkan umrødd, nú skift verður til summartíð í nátt. Várið í havanum greiðir Rakul Arnfríð Dam frá, meðan Vár í Ólavsstovu sigur okkum um várið í skaldskapi, og um tað at vera tann fyrsta í Føroyum, sum fekk navnið Vár. Hans Petur Nolsøe, bóndi, sigur frá um uppgávurnar, ið standast av seyðahaldi um várið, og Erling Fles er í útvarpsstovuni til eina samrøðu um tað, sum várið ger við okkum menniskju. Fólkatingslimurin hjá Inuit Atagatigiit, Aaja Chemnitz Larsen, hevur spurt løgmálaráðharran um møguleikan fyri dupultum ríkisborgaraskapi. Aaja sigur í viðmerkingum til spurnngin, at grønlendingar eru í dag danskir ríkisborgarar og kunnu fáa danskt pass, har tað tó eisini kann standa Kalaallit Nunaat altso Grønland á. Men í ávísum støðum í Grønlandi vilja fólk hava grønlendska ríkisborgaraskap, møguliga ein supplerandi ríkisborgaraskap, men tað ber ikki til í dag. Aaja Chemnitz Larsen spyr, hvørjar møguleikar og avleiðingar stjórnin heldur, at tað hevur fyri grønlendingar at fáa dupult ríkisborgaraskap, og hvørja forðingar stjórnin heldur kunnu vera í hesum. Grein 1 í grundlógini staðfestir, at danska ríki er ein stjórnarskipanarlig eind. Tað vil siga, at allir partar í ríkinum tilsamans er EITT fólkarættarligt subjekt, og at partar av ríkinum hava sostatt onga sjálvstøðuga fólkarættiliga heimild, skrivar Pape Poulsen. Innanfyri karmanarnir á ríkisfelagsskapinum er ikki gjørligt at lata ein part av ríkinum fáa støðu sum sjálvstøðugur statur, undir hesum at fáa møgulleikan at geva fólki ríkisborgararætt, kemur fram í svarinum. Kommunurnar eru tilsaman umleið ein triðingur av almenna geiranum. Í játtanarkørmunum verður mett, at kommunali raksturin í 2018 er vaksin umleið 1,85 milliard, tað eru umleið 5 prosent meir enn í 2017. Fíggjarmálaráðið metur, at útreiðsluvøksturin er ov høgur. Tí verður í játtanarkørmunum mælt til, at kommunurnar, tá tær fara undir arbeiðið við fíggjarætlanunum fyri 2020, leggja seg eftir, at rakstrarútreiðslurnar ikki vaksa við meira enn teimum 3,5 prosentunum, ið játtanarkarmarnir hjá landinum legggja upp til. Eisini løguútreiðslurnar hjá kommnunum eiga at minka, sæst í játtanarkørmunum. Fyri nøkrum árum síðani var árliga støðið á kommunualu løguútreiðslunum nakað niðanfyri 400 milliónir. Í 2018 fara tær at tátta í 700 milliónir krónir. Sambært samtyktu fíggjarætlanunum hjá kommununum fyri í ár ætla kommunurnar at gera íløgur fyri 725 milliónir. Tá óbrúktar játtanir verða tiknar við, eru løgujáttaninar hjá kommunum omanfyri 1,1 milliard í ár. Fíggjarmálaráðið metir, at støðið er ov høgt, og mælt verður tí í fíggjarkørmunum til, at kommunurnar samanlagt seta sær fyri at fáa løguútreiðslurnar niður aftur á eitt støði, sum liggur um 400 milliónir krónir árliga, sæst í uppskotinum til játtanarkarmar. Gudstænasta verður klokkan 10.30 við prestunum Hera Joensen, Derhardi Jógvansson og Bergi D. Joensen. Eftir gudstænastuna verður farið norður til minnisvarðan á Hálvmørk. Esmar Poulsen, einkjumaður, 46 ár. Hans Poulsen, 46 ár eftir sótu einkja og trý børn, ein sonur og tvær døtur, sum vóru 14, 11 og 3 ára gomul. Johannes Pauli Poulsen, 17 ár sonur Hans Poulsen . Joen Daniel Frederik Danielsen, 45 ár eftir sat einkja við tveimum døtrum, 6 og 3 ára gamlar. Joen Joensen, 53 ár eftir sótu einkja og tríggir synir, sum vóru 18, 13 og 8 ára gamlir. Hjalgrim Hentze, 33 ár eftir sat einkja við tveimum børnum, eini 4 ára gamlari dóttur og einum 1 árs gomlum soni. Joen Jacob Thomas Zachariasen, 37 ár eftir sótu einkja og sonur, sum var 4 ár. Samuel Christoffer Johannesen, 17 ár. Joen Ferdinand Joensen, 33 ár, ógiftur. Antonius Martin Christian Colbjørnsen, 26 ár eftir sat einkja við 18 ára gamlari dóttur og 17 ára gomlum soni í fyrru giftu . Frants Danielsen, 19 ár. Landsnevndin samtykti, at Bjørn á Heygum, sum er formaður í Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelag, ikki kann stilla upp fyri Sjálvstýri. Í tíðindaskrivi frá Sjálvstýrinum stendur, at Streymoyar Sjálvstýrisfelag hevði havt tveir aðalfundir, og fundarstjórin staðfesti, aftaná at hava gjøgnumgingið tilfarið, at aðalfundurin í Streymoyar Sjálvstýrisfelag 4. desember 2018 var lógligur og viðtøkuførur. Landsnevndin samtykti eisini, at Bjørn á Heygum ikki umboðar sjónarmið Sjálvstýris í almenna rúminum, og at hann ikki kann stilla upp fyri Sjálvstýri, stendur í tíðindskrivinum frá Sjálvstýri. Løgreglan fór á staðið og skuldi avhoyra vitni, men tey vóru øll so mikið ávirkað av rúsdrekka, at avgjørt var at bíða til í dag. Um midnáttarleitið tók løgreglan ein mann við sær á støðina at sova rúsin av sær. Fólk boðaðu støðini frá, at ein maður um 50 ára aldur var illur í sær í miðbýnum í Havn. Tá løgreglan kom í býin var maðurin illur við øll. So ør fólk tekur løgreglan við sær á støðina, so tey ikki gera seg inn á onnur. Maðurin verður, tá hann vaknar, skuldsettur fyri brot á politiviðtøkurnar. Næstsíðstu nátt fóru nøkur herverk fram í miðbýnum. Herverk varð framt móti tveimum bilum, ið stóðu parkeraðir síð um síð. Báðir bilarnir vóru punkteraðir, helst við knívi. Og á Argjum vórðu rútarnir á eini gravkúgv knústir. Løgreglan hevur eingi vitni til hesi herverk. Caputova, sum nærum ongar royndir hevur í politikki, vann á ES sendifólkinum, Maros Sefcovic, sum stjórnarflokkurin hevur skotið upp í seinna umfari av atkvøðgreiðsluni, skrivar BBC. Hon legði í valstríðnum dent á gott og ilt, og lovaði at berjast ímóti mutri. Valið kemur í kjalarvørrinum av, at journalisturin, Jan Kuciak, í fjør varð dripin. Hann kannaði sambond millum politikkarar og skipaðan kriminalitet, men varð skotin til deyðis í februar í fjør. Caputova segði, á morðið á Kuciak var ein av orsøkunum til, at hon stillaði upp til forsetavali. Hon fekk 58 prosent av atkvøðunum og Sefcovic fekk 42 prosent. Zuzana Caputova er 45 ára gomul, og er limur í liberala Progressiva Slovakia flokkinum, sum ongan sess hevur í parlamentinum. Í Slovakia, har samkynd ikki kunnu ganga saman í hjúnarlag ella ættleiða, hevur Caputova sagt seg vilja stríðast fyri rættindum hjá LGBTQ arum. Sefcovic, sum tapti, er varaforseti í ES nevndini. Hann stillaði upp fyri stjórnarflokkin, Smer SD, sum Robert Fico er leiðari fyri. Fico noyddist at leggja frá sær sum forsætisráðharri eftir morðið á journalistin, Jan Kuciak. Norski mentamálaráðharrin, Trine Skei Grande, sigur í tíðindaskrivi, at alsamt færri eiga sjónvarpstól, og tí verður kringvarpsgjaldið alsamt minni viðkomandi. Norska stjórnin skjýtur tí upp at strika gjaldið og fíggja Norska Kringvarpið gjøgnum skattin. Broytingin er, at nú skal NRK gjaldið knýtast til persón, ikki húsarhald ella sjónvarpstól, og at øll, sum eru omanfyri ávísan aldur við inntøku skulu rinda NRK gjald gjøgnum skattin. Stjórin í norska kringvarpinum, Thor Gjermund Eriksen, sigur, at breið semja hevur leingi verið um, at NRK skal hava nýggjan fíggjarleist, so og tað verður lættari at skipa virksemi trygt fram í tíðina. Bygnaðarbroytingar eru gjørdar í Pedagogfelagnum, og nú er ikki longur krav, at í minsta lagi eitt hjálparfólk og tveir námsfrøðingar skulu vera í nevndini. Hetta merkir, at ikki longur er krav, at í minsta lagi eitt hjálparfólk og tveir námsfrøðingar skulu verða í nevndini, skrivar Pedagogfelagið á heimasíðuni. Við samtyktini stovnsetur Pedagogfelagið eisini trý ráð Leiðararáð, Námsfrøðingaráð og Hjálparfólkaráð, umframt fakligar áhugabólkar. Nevndin verður við hesum betri før fyri at umboða áhugamálini hjá leiðarum, námsfrøðingum og hjálparfólkum í felagnum, skrivar Pedagogfelagið. 40 ára gamla Lalla Salma gjørdist kend fyri at vera virkin og sjónlig. Men síðani oktober 2017 er hon ikki sædd. Og fáir miðlar hava tora at skriva um hetta, skrivar danska blaðið Jyllandsposten. Gitingar hava verið um, hvat kann vera hent, men kortini eru nakrar gitingar oftari frammi enn aðrar. Tosað hevur verið um at tað kann vera hjúnarskilnaður. Hon kann verða flutt til USA, onnur halda til Grikkalands. Onnur siga, at hon framvegis er í høvuðsstaðnum, Rabat, í Marokko. Salma prinsessa, fødd Salma Bennani, fekk barn við Mohammed 5.kongi 8. mai 2003. Tá var Moulay Hassan krúnprinsur føddur. 28. februar 2007 fekk parið eisini eina dóttur, Lalla Khadija prinsessu. Í Marokko hevur kongurin vanliga havt fleiri konur. Men Lalla Salma prinsessa skrivaði søgu, tí hon fekk Mohammed 5. kong at almannakunngera, at hann ikki fór at taka aðara konur enn hana. Hon hevur eisini verið virkin í stríðnum fyri at vinna kvinnum rættindi, og fyri at hjálpa krabbemeinssjúklingum. Seinastu tíðina hevur fleiri alemnnar vitjanir verið, har Lalla Salma prinsessa ikki hevur verið við. Tá sponsku kongshjúnini vitjaðu í februar var tað systir og beiggi Mohammed kong og Mohammed sjálvur sum vóru vertir. Einki varð sagt um prinsessuna. Samráðingar millum tey trý manningarfeløgini, Maskinmeistarafelagið, Skipara og navigatørfelagið og Fiskimannafelagið, øðrumegin og Reiðarafelagið hinumegin slitnaðu hósdagin. Terje Sigurðsson, semingsmaður sigur við Kringvarpið, at Semingsstovnurin hevur fingið tilfar frá pørtunum, men at teir ikki eru farnir undir nakra semingsroynd enn, og at semingsstovnurin enn ikki hevur longt sáttmálan millum partarnar. Landsnevndin hjá Sjálvstýrinum vil ikki hava, at Bjørn á Heygum sleppur at stilla upp fyri Sjálvstýri. Sjálvur sigur Bjørn á Heygum, at hann ongar ætlanir hevur um at stilla upp á Løgtingsvalinum. Formaðurin í Sjálvstýrinum vísur atfinningum frá Bjørn á Heygum, formanni í Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelag aftur. Jógvan Skorheim sigur, at hann stuðlar landsnevndini í Sjálvstýrinum. Hvussu hava fuglar givið íblástur til tónaskøld Vit hoyra verk eftir tónaskøld úr Italia, Fraklandi, Russlandi, Noregi, og Onglandi, sum øll hava gjørt verk við íblástri frá fuglum og fuglaljóði. Øll ofrini eru álopin aftaní frá. Ein maður er handtikin, men ikki er greitt, um talan er um gerningsmannin. Ein kvinna, sum varð stungin um 7 tíðina í gjárkvøldið, liggur framvegis á sjúkrahúsi. Ein 23 ára gamal maður varð eisini stungin, men slapp frá hendingini við snuddum. Og um 4 tíðina í nátt varð ein annar maður stungin, og hann er í lívsvanda. Sáttmálin millum manningarfeløgini og Reiðarafelagið fer úr gildi á miðnátt, men semingsmenninir hava nú útsett ein møguligan arbeiðssteg í eina viku, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður. Samráðingar millum tey trý manningarfeløgini, Maskinmeistarafelagið, Skipara og navigatørfelagið og Fiskimannafelagið øðrumegin, og Reiðarafelagið hinumegin slitnaðu hósdagin. Býráðið sigur, at sluppin er kannað og nóg mikið at lutum, myndum og royndum eru tryggjaðar. Hon verður fyrst lýst til sølu, men er eingin keypari, skal hon høggjast upp. Sigurfari fiskaði líka til í 1970. Í 1974 varð hon aftur seld til Íslands. Hon varð sett upp á land og hevur verið býarmynd á Akranesi síðani. Fyri fýra árum síðani kundi kommunan fáa 245.000 krónur úr einum grunni til at umvæla Sigurfara, men mentanarnevndin hjá býráðnum mælti til at siga nei takk, tí teir pengarnir gera ongan mun kortini. Landsstýrið ætlar at byggja 25 nýggjar leigubústaðir í Nuuk til landstingslimir. Talan er tilsamans 2.221 fermetrar. Samlaði prísurin verður 3 miljónir krónur, og leigusáttmálin við partafelagið Illuut, sum skal byggja íbúðirnar, kann ikki sigast upp í 30 ár. Illuut skal sjálvt fíggja meir útreiðslur í sambandi við byggingina. Sum er, verða tríggjar miljónir krónur brúktar til leigubústaðir í Nuuk til limir í landstinginum. Grønlendski landskassin skal veita rentu og avdráttarfrítt lán til bústaðarfelagið Illuut, sum sjálvstýrið sjálvt eigur, sæst í viðmerkingum til ískoytið til grønlendsku fíggjarlógina. 80 ára gamli Jón Baldvin Hannibalsson hevur fleiri ferðir sagt, at søgurnar eru sprotnar frá sálarliga sjúku dóttir síni, Aldís Schram Baldvinsdóttir. Jón Baldvin hevur verið í andgletti seinastu vikurnar og hevur eisini roynt at vart seg móti skuldsetingum frá millum annað dóttir síni, Aldís, um kynsligan ágang, sum sambært henni byrjaði longu, tá hon var fimm ára gomul. Íslendskir miðlar skriva, at Hannibalsson skal hava roynt at fingið løgregluna at leggja dóttir hansara inn á sálar sjúkrahús til viðgerðar. Nýggjasti tilburðurin er nú, ið Carmen Jóhannsdóttir sigur, at Hannibalsson hevur gjørt seg inn á hana heima hjá honum í veitslu í bústaðnum hjá honum í Andalusia í Spania. Jón Baldvin Hannibalsson hevur víst hesum aftur og vísur til vitni, sum hava váttað, at tey einki hava sæð. Hann sigur í samrøðu við RUV, at veitslan, sum sipað verður til, er berur heilaspuni, og er als ikki sonn. Sjey kvinnur hava boðað alment frá, at tær hava meldað Hannibalsson. Tilsamans 23 kvinnur hava skrivað um sínar upplivingar í MeToo bólkinum á Facebook. Neyðugt var við umdysti á tvær ferðir fimm minuttir, tí upprunaligi dysturin endaði við javnleiki, 24 24. Hálvleiksstøðan var 14 12 til Neistan. Enn er tó langt á mál, tí spælt verður við eini best av fimm skipan. Tað merkir, at tað liðið sum fyrst vinnur tríggjar finalur er føroyameistari. George Michael var harmur um, at lagskrivingin til Wham, sum hann hevði mannað saman við einum vinmanni, ikki varð tikin fyri fult. Tað skal skiljast soleiðis, at hann mangan hevði ein boðskap við sínum Wham tekstum, men umdømið sum lættisoppabólkur køvdi hetta. Ummælarar meta, at tað var høvuðsorsøkin til, at hann fór solovegin og setti sær fyri at gera nýggjar karmar til list sína. Rock n Roll is King er á Secret Messages í 1983 og má sigast at vera seinasta stórhittið hjá Electric Light Orchestra. Men eisini onnur løg vunnu hevd, eitt nú Getting To The Point, sum er á Balance of Power í 1986. Plátubarrin 2017. Plátubarrin 21.4.2018. Hetta er tó tillagaða útgávan av sendingini, ið varð endursend nakrar dagar seinni. Í hesum Tematátti verður greitt frá tónleikinum og søguni í filminum, eisini verður disco tíðin umrødd breitt, og harafturat hoyra vit eitt lag, sum varð vrakað til filmin, men kláraði seg kortini framúr væl á hittlistunum. Kend løg eru annars Stayin Alive , Night Fever , You Should Be Dancing , Jive Talking , o.f.o. Plátubarrin spurdi seg fyri og heimildir siga, at filmurin eftir øllum at døma varð sýndur í Føroyum nakrar vikur eftir fyrstu sýning í Danmark tann 21. apríl 1978. Ein Temapláta um Saturday Night Fever hevur fyrr verið í Plátubarrini, meðan hetta er eitt endurbland av tí tilfarinum, umframt nógvar aðra upplýsing. Seksmannafarið, Roysningurin, fór við sjey monnum út at leita eftir fýramannafarinum, Hestoynni, men ongin av bátunum vann upp land aftur. Tað merkisverda er, at ein hátrýstryggur yvir Føroyum flytur heita luft frá Azorunum yvir oyggjarnar, og ein hitabylgja tekur seg upp. Fólk, sum eru innløgd á sjúkrahúsi, og tey, sum búgva á ellis og røktarheimi, eiga at verða vard og vird. Tí er umráðandi, at vit øll hugsa um týdningin av, at halda tagnarskylduna. Hetta er er eitt evni, sum Fólkaheilsuráðið saman við Pálrún S. Sigurðardóttir og Amandu D. Jacobsen, sum lesa sjúkrarøktarfrøði, nú seta sjóneykuna á. Tá vit í hesum høpi tosa um tagnarskyldu, meina vit ikki bara við tagnarskyldu hjá starvsfólki, men eisini tagnarskyldu og umhugsni hjá vitjandi og avvarandi, siga Pálrún og Amanda, ið skipa fyri átakinum. Fólk á sjúkrahúsi, á stovni ella á sambýli eru í einari sárbærari støðu og kunnu ikki velja teg frá sum vitjandi ella áskoðara. Hesi fólk hava uppiborið, at verða vird, og at upplýsingar um tey ikki koma út í almenningin, siga Pálrún og Amanda. Hesa vikuna fara tær at ferðast kring landið á sjúkrahús, sambýli og stovnar av ymsum slag fyri at kunna um tagnarskyldu. Eisini hava tær veggprýði við sær, ið skal minna avvarðandi og vitjandi á tagnarskyldu. Fountain House hevur sín uppruna í USA, og tilgongdin at stovna eitt Fountainhús í Føroyum byrjaði miðskeiðis í 2010. Fountainhúsið er eitt sosialt og arbeiðsrættað tilboð til fólk í aldrinum 18 67 ár, sum hava ella hava havt sosialar og ella sálarligar avbjóðingar. 2. apríl 2014 var almenn móttøka í Fountainhúsinum. Sjálvt virksemið byrjaði 3.apríl 2014. Nú fimm ár eru liðin, síðani Fountainhúsið lat upp, tosa vit við Súnu Mørk, starvsfólk í Fountainhúsinum, sum hevur arbeitt har øll fimm árini. Hon heldur, at Fountainhúsið hevur stóran týdning og ger stóran mun fyri tey, sum hava sína dagligu gongd í húsinum. Durita Poulsen er ein av limunum í Fountainhúsinum, og hon hevur fleiri ymiskar arbeiðsuppgávur um vikuna. Durita er glað fyri at arbeiða í Fountainhúsinum, tí sjálv hevur hon trupult við at skipa sín gerandisdag og skapa innihald. Í dag verður hátíðarhildið við opnum húsi í Fountainhúsinum frá klokkan 14 00 17 00. Tá verða listaverk, ið limir í Fountainhúsinum hava skapað, sýnd fram. Tórshavnar kommuna, sum er nógv tann størsta í landinum, gjørdi avtalu um Talgildu Føroyar í desember í fjør. Talgildu Føroyar fara at kosta kommununum 25 milliónir krónur um árið. Orsøkin til hetta stigið hjá Kommunufelagnum er tann, sambært felagnum, at kommunurnar hava ikki fingið tær 25,3 milliónirnar, sum tær mistu, tá løgtingið samtykti at sleppa fyritíðarpensjónistum undan skatti. Hesir pengar eru ikki komnir enn, hóast bæði løgmaður og landsstýriskvinnan í fíggjarmálum oftari enn einferð og so seint sum í siðstu viku hava lovað kommununum teir. Sambært Kommunufelagnum mistu kommunurnar 25,3 milliónir krónur í fjør, og tær missa minst tað sama í ár. 1650 fyritíðarpensjónistar vóru í Føroyum í fjør. At býta til vanlig krøv eru 57,3 prosent. Trygdargrunnurin fær tó allar sínar pengar. Grunnurin hevur lagt út til lønir hjá teimum, sum arbeiddu í Mimi. Trotabúgvið seldi felagshúsið á horninum Varðagøtu Sjúrðargøtu einum partafelagi fyri tvær milliónir krónur. Men húsið hevur staðið til sølu aftur nýliga. Stykkið er bara 173 fermetrar. Mimir byrjaði í november í 1967. Trotadagurin var 23. mai í fjør, so felagið virkaði í knappliga 51 ár. Ein meiriluti í ES tinginum hevur samtykt, at frá 2021 skulu londini í ES sjálvi gera av, um tey vilja hava vetrartíð ella summartíð, tað er somu tíð alt árið. Luttakarar Petur Hans Dahl, Pálrún Sigurðardóttir, Amanda Jacobsen, Súna Mørk, Durita Midjord, Heri Joensen, Derhard Joensen og Bergur Debes Joensen. Tey sum eru við í hesari sending eru Hilda Viderø, Maria Syderbø Mikkelsen, Steven Vanboy, órunn Helgadóttir , Róhild Winther, Silja Hammer, Eir Egholm Hansen, Joan Ingrid Livarsdóttir Nysted, Andrea Niclasen, Jonna Thomsen, Ludvík Lydersen, Hilda Thomsen, Inger Lise Mikkelsen, Arnleyg Petersen Hagaparturin Nípan í Miðvági hevur boðað frá, at í framtíðini sleppa útlendingar og arbeiðspláss bara í hagan við ferðaleiðara. Kostnaðurin verður 450 krónur. Kommunurnar vilja ikki gjalda sín part av verkætlanini, tí landið hevur tikið inntøkur frá teimum at rinda skattalætta til fyritíðarpensjónistar. Nicolai Balle, leiðari á Talgildu Føroyum, sigur, at fáa Talgildu Føroyar ikki peningin frá kommununum, verður neyðugt at útseta partar av verkætlanini. Nú er aftur rumbul í Sjálvstýri, tí landsfundurin um vikuskiiftið avgjørdi at nokta Bjørn Heygum, formanni í lokalfelagnum í Streymoynni, at stilla upp. Ein meiriluti í ES tinginum hevur samtykt, at frá 2021 skulu londini í ES sjálvi gera av, um tey vilja hava vetrartíð ella summartíð, tað er somu tíð alt árið. ES nevndin skeyt í fjør upp at taka skipanina við vetrartíð og summartíð av. Tað varð gjørt eftir eina almenna hoyring, har 4,6 milliónir fólk í ES vóru við. 84 prosent svaraðu, at tey vilja hava somu tíð alt árið. Verandi kunngerð um vetrartíð og summartíð í Føroyum er galdandi til og við 2021. Tað er eingin loyna, at LEITISSTEIN dámar rokktónleik. Í hesi sendingini er skitin rokkur á skránni. Hvat er skitin rokkur Ja, tað kann altíð diskuterast, men góður fuzzuttur, blues rokkur er í øllum førum skitin. Njótið rokkin og sendingina. Sanglistin. Ósemjur og ymiskar áskoðanir sindraðu í 1970 árunum Deep Purple, hvørs kendasta manning var tann sokallaða Mark II útgávan Ian Gillan, Ritchie Blackmore, John Lord, Roger Glover, og Ian Paice. Quincy Jones og Michael Jackson høvdu hitst í samband við filmarbeiði og Jackson vildi hava Quincy at leggja næstu solistplátu sína til rættis. Í øllum førum bleiv Off the Wall ein nýggj byrjan, ella lopfjøl til 80 ini, har teir báðir gjørdu Thriller og Bad , ið høvdu við sær, at Jackson bleiv tann best umtókti einstaklingurin í poppi síðan Elvis Presley. Á Off The Wall er Can t Stop Til You Get Enough tað kendasta lagið. Men har eru eisini onnur, ið hava verið vælumtóktar singleplátur, serliga Rock With You , ið var eitt hagtalsligt plettskot í USA. Temaplátan Off The Wall varð send í Plátubarrini 12. november í 2016. Men eisini varð henda versjónin av endaplátuni hjá Wham givin út í Japan. Í Europa og aðrastaðni bar triða albumið heitið The Final, ið hevur øll løgini frá Music from the Edge of Heaven, umframt at vera eitt savn við løgum frá fyrru útgávunum. Men tí tær báðar fyrru, Fantastic og Make it Big, hava verið Temaplátur í Plátubarrini, umrøða og spæla vit norðuramerikansku versjónina, ið vann eitt 10.pláss á amerikanska albumlistanum og eitt 9.pláss í bæði Kanada og Japan. Í 1977 hevði týski framleiðarin, Frank Farian, veruliga funnið stevið við Boney M. Sølutalið hækkaði, nakað, sum helt fram í 1978, tá triða plátan kom. Tað var Nightflight to Venus. Útgávan undan hesari ber heitið Take the Heat Off Me. Eitt av uppskotunum hjá forsætisráðharranum mælti til tollsamstarv við ES, og eitt annað var um at bretar skuldu fáa somu skipan við ES, sum Noreg hevur. Triðja uppskotið var um eina fólkaatkvøðu, sum skuldi staðfesta at bretar fara úr ES, og fjórða uppskotið var um at leingja samráðingarnar eftir grein 50 í sáttmálanum fyri ES. Øll uppskotini fullu, skrivar Reuters. Spenningur var bert um tað eina uppskotið, og tað var um tollsamgongu ímillum Bretland og ES. Har vóru 273 atkvøður fyri og 276 ímóti. Atkvøðugreiðslurnar í gjárkvøldið vóru vegleiðandi og ikki bindandi. Tað sama gjørdi seg galdandi tá parlamentið mikudagin feldi átta uppskot. Í dag fer stjórnin at halda tveir fundir um brexitkreppuna, sum skulu vara í tilsamans fimm tímar. Aftaná tað verður fundur við Theresu May, forsætisráðharra, og mest týðandi ráðharrarnar. Á fundinum verður umrøtt, hvussu komast kann víðari og um bretar skulu royna at broyta avtaluna um markið ímillum Norðurírland og Írland Umrøtt verður eisini, um ein avtala skal fáast í lag til 19. mai, ella um bretar skulu fara úr ES 12. apríl, uttan nakra avtalu, og síðani søkja um limaskap í EFTA, og gerast partur av EBS samstarvinum í Europa. Eftir ætlan skuldi Bretland verið farið úr ES 29. mars, tað var fríggjadagin í farnu viku, men landið hevur fingið freistina longda til 12. apríl, skrivar tíðindastovan Reuters. Sambært lóg frá 2003 ger nevndin tilmæli um lønina og eftirlønina hjá landsstýrisfólkum. Men eitt uppskot er í tinginum um, at nevndin eisini skal gera tilmæli um løn og eftirløn hjá tingfólkum. Løgmansskrivstovan hevur gjørt løgtinginum varugt við, at tey trý fólkini í lønarnevndini skulu hava størri samsýning, nú tey eisini skulu gera tilmæli um lønirnar í løgtinginum. Løgmansskrivstovan spyr, hvør skal taka støðu til hækkingina í samsýningini og hvør skal gjalda hækkingina, Løgmansskrivstovan ella løgtingið. Løgmansskrivstovan mælir til, at serliga tingnevndin, sum viðger lønarhækkingina hjá løgtingsfólkum, eisini viðger hendan spurningin og ger greiða niðurstøðu um hann. Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, sum hevur lagt fram uppskotið um lógarbroytingina, sigur, at endamálið við lógaruppskotinum er, at nevndin, sum ger tilmæli til løgmann um samsýningar og eftirløn landsstýrismanna, eisini, og helst samstundis, skal geva løgtingsformanninum tilmæli um samsýningar og eftirløn løgtingsmanna. Á hendan hátt slepst undan, at setast skulu tvinnar ymiskar nevndir, sigur løgtingsformaðurin. Størri samsýning til nevndina er tó ikki við í uppskotinum. Men nú hevur Løgmansskrivstovan gjørt vart við hetta. Sambært reglugerð frá 2004 fær formaðurin ella forkvinnan í nevndini, sum varð sett at gera tilmæli um samsýningar og eftirløn hjá landsstýrisfólkum, 40.000 krónur og hinir báðir nevndarlimirnir 30.000 krónur Teir pengarnar hevur Løgmansskrivstovan rindað. Felagsgrunnurin Nuuk, Reykjavík, Tórshavn hevur nú 450.000 krónur at lata. Í fjør læt hann 325.000 krónur í stuðli. Og har hevur stuðulin verið í nógv ár. Grunnurin læt stuðul, okkurt um 300.000 krónur um árið, til mentan, undirvísing og ítrótt. Men á næsta fundi, sum verður í Reykjavík, eru 450.000 krónur at lata í stuðli. Umsóknir, har sum allir tríggir høvuðsstaðirnir eru við, hava fyrimun, tá pengar verða latnir. Høvuðsstaðargrunnurin fekk 22 umsóknir í fjør. 11 teirra fingu pengar úr grunninum. Vit hava fingið bræv frá 14 børnum, sum ganga í skúlabólki í Klaksvík. Tey halda til í Gerðastovu. Tey hava sungið Burtur á heiði í studio og so hava tey gjørt ein film. Petra kann eiga hvørja løtu, og hon hevur Asbjørn við til føðifyrireiking fyri pør. Asbjørn gerst greiður yvir, hvussu stóran leiklut hann í roynd og veru fer at hava í samband við føðingina, og hvussu bundin Petra fer at verða av honum. Spurningurin er, um Petra dugir at lata vera at stýra. Mikkel Niva hevur aldri kent pápa sín, sum fór frá honum, tá hann var lítil. Nú er Mikkel farin at hugsa um, hvussu tað hevur ávirkað hann, um tað hevði borið til at fingið góð viðurskifti við hann, nú hann er vaksin, og hví pápin ikki megnaði at vera pápi hansara. Í dag er altjóða autismudagur. 18 ára gamli Pól Tórgeir hevur vitað, at hann hevur autismu, síðani hann var sjey ára gamal. Tað broytti ikki so nógv hjá honum, sigur hann, tí hann hugsaði ikki nakað serligt um tað tá. Hann hevur sera gott minni, og í skúlanum mintist hann sera væl árstøl og annað í bókum. Í dag er hann í læru sum maskinsmiður hjá SEV. Emma er kongligur ballettdansari, men kennir seg vera smokkaða ímillum. Hon droymir um at standa fremst, men ivast um hon dugir líka væl sum hini. Sendingin fylgir seks kongligum ballettdansarum í hálvt ár og gevur innlit í, hvussu tað er at liva í eini verð við harðari kapping, dissiplin, stórum dreymum og vónbrotum. Hann svaraði, at vit mugu gera okkum púra greitt, at tað kostar at fáa fólk við góðum førleikum at stýra landsins vinnufyritøkum. Og landsins vinnufyritøkur skulu sjálvandi vera kappingarførar um tey bestu fólkini, segði Poul Michelsen. Lønin skal vera kappingarfør, men hon skal ikki vera førandi, hon skal ikki leggja støðið. Tað er galdandi fyri bæði nevndarsamsýningar og stjóralønir. Poul Michelsen segði, at nevndirnar í almennu vinnufeløgunum gera uppskot um ein samsýningarpolitikk, sum tekur atlit til ábyrgd, arbeiðsbyrðu, samsýningini í øðrum almennum vinnufeløgum og nevndarsamsýningini í øðrum sambæriligum privatum føroyskum vinnufeløgum. Á hendan hátt er møguligt at samskipa samsýningar í landsins vinnufeløgum, sigur Poul Michelsen. Aðalorðaskifti um eigarapolitikkin verður hósdagin. Sambært tølunum til 1. apríl, vórðu 700 nýggj akfør skrásett í Føroyum í ár. Tað eru 73 fleiri enn í fjør. Bara í mars komu 23 fleiri bilar til Føroya í ár enn í fjør. Hetta er tó ikki galdandi fyri innflutt brúkt akfør. Tey eru færri í ár enn í fjør. Í báðum førum er talan um persónbilar fyrst og fremst. Nógv tann størsta helvtin er persónbilar, bæði nýggir og brúktir. Tey 747 akførini, sum eru skásett í Føroyum frá nýggjárinum til 1. apríl í ár geva í miðal 12 skrásetingar hvønn arbeiðsdag hesa tíðini. Inni eru minusstig, og úti dansar norðlýsið. Emil Harjo Indsetviken Programmleiðari er í Kirkenes og skrivar seg inn á eitt hotell, sum er øðrvísi enn vanligt. Jákup Justinussen, ráðgevi í talgildari marknaðarførslu á sosialum miðlum, hevur verið á ráðstevnuni og lurtað eftir framløgum hjá fleiri av fremstu serfrøðingum í sosialum miðlum. Eitt uppskot, sum skuldi galda, so leingi Grønland var í ríkisfelagsskapi við Danmark, og so eitt annað uppskot um grundlóg, sum skuldi koma í gildi, tá ella um Grønland loysti frá Danmark. Nú hevur nevndin fingið nýggjan arbeiðsstning og skal bara gera eitt uppskot um eina grundlóg, sum skal koma í gildi, um Grønland verður fullveldi. Grundlógarnevndin liggur nú undir málsræðnum hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Vittus Qujaukitsoq. Hann sigur við KNR, at landsstýrið vil ikki hava at ósemjurnar um grundlógararbeiðið skulu kykja aftur. Í sendingini hesa ferð er tað gospel, blues og tónleikur tann vegin. Tónleikur í sendingini er við fleiri kendum tónleikarum. Tann franski bulldoghvølpurin Viggo hevur ilt við at anda og má fáa skurðviðgerð. Praktikanturin Ankan sleppur at uppliva mangt og hvat í Bor s djóragarðinum, millum annað tá ein fílur fær beinini viðgjørd. Programml. Sofia R genklint og Anders Ankan Johansson vitja djórasjúkrahús og djóragarðar. Fjórða íðnaðarkollveltingin er á gátt, og longu nú nýta vit nógva av tí framkomnu tøknini, sum eyðkennir kollveltingina. Men tøkniliga menningin fer fram við rúkandi ferð, og tekur bara dik á seg. Endamálið við tøkniligu menningini er at gera framleiðslu meira effektiva, og gerandisdagin lættari hjá fólki, men tøkniliga menningin ávirkar eisini okkara atburð og máta at vera saman uppá, og tað eru bæði fyrimunir og vansar við hesum, vísur Anne Bædkel á. Hon er sosiologur og framtíðargranskari á insitutt fyri framtíðargransking í Keypmannahavn. Anne Bædkel var ein av teimum, sum hevði fyrilestur í Kongshøll leygardagin, tá Magistarafelagið skipaði fyri fyrilestrarrøð um 4. kollveltingina. Robottarnir koma Sjálvkoyrandi bilar og tólmenni, ið taka sær av ymsum vælferðaruppgávum, eru beint um hornið. Tann fjórða ídnaðarkollveltingin er á veg, og intelligent tøkni fer at yvirtaka og broyta nógv, sum vit kenna okkara gerandislív og okkara arbeiðslív. Hvussu ávirkar alt hetta okkara samfelag og hvussu fer fjórða kollveltingin at ávirka okkum sum menniskju Tað eru spurningar vit viðgera í hesum tematýsdegi. Anne Bædkel, sosiologur og framtíðargranskari, greiðir frá, hvat 4. ídnaðarkollveltingin er, hvussu hon fer at broyta samfelagið, og hvussu hon ávirkar okkum menniskju. Martin Zachariasen, professari í teldufrøði og rektari á IT universitetinum í Keypmannahavn, greinar hvat teldur kunnu í dag, sum tær ikki kundu fyri 20 árum síðani og hvussu intelligent tøkni fer at broyta arbeiðsmarknaðin og tørvin á førleikum og útbúgvingarskipanina sum heild. Í seinna tímanum spyrja vit, um tað yvirhøvur verður brúk fyri okkum menniskjum Rúnar Reistrup, stjóri í Hey , Rói Patursson, heimspekingur, og Annika Helgadóttir Davidsen, sálarfrøðingur, viðgera, hvussu fjórða ídnaðarkollveltingin ávirkar okkum menniskju. Men hvat er tað fyri tøkni, ið eykðennir 4. íðnaðarkollveltingina, og hvat duga teldur í dag, sum tær ikki dugdu fyri 20 árum síðani Hann vísur á, at 4. kollveltingin fer at broyta arbeiðsmarknaðin og útbúgvingarskipanina, tí tørvurin á arbeiðsførleikum broytist. Tað kom fram, tá uppskotið um at loyva føroyskum sjúklingum at verða partur av donsku royndarverkætlanini við kannabisheilvági var til fyrstu fyrstu viðgerð. Men uppskotið er óneyðugt, siga samgonguumboðini, tí landsstýriskvinnan í heilsumálum kann loysa trupulleikan við einum pennastroki. Umboðsmaðurin vísir millum annað á, at samansetingin av børnum og ungum er tilvildarlig, og at skjalfestingin av harðskapi millum børn og vaksin er ov vánalig. Eisini heldur umboðsmaðurin, at tað er alneyðugt, at sálafrøðingar vera dagligur partur av tilboðnum til børn og ung, sum hava verið fyri vansorgan. Tað segði Theresa May eftir ein meir enn sjey tímar langan stjórnarfund í gjár. Sostatt hevur hon sett seg upp ímóti tí partinum av stjórnini, ið vil hava Bretland úr ES, uttan nakra avtalu. Theresa May hevur slóðað fyri, at Bretland kanska fer at verða verandi í tollsamgongu við ES, fyri at fáa eina betri avtalu um framtíðina. Samstundis hevur hon boðið andstøðuleiðaranum, Jeremy Corbin, á fund um eina avtalu, sum kann verða samtykt í parlamentinum, skrivar DR. Jeremy Corbyn hevur longu boðað frá, at hann fer á fund við Theresu May. Hann rør framundir, at eitt uppskot um tollsamgongu við ES, kann fáa undirtøku í Labour. Tá parlamentið mánadagin atkvøddi um eina tollsamgongu við ES, vóru bert tríggjar atkvøður á muni, 273 vóru fyri og vóru 276 ímóti. Eg havi ikki hoyrt stórvegis frá Theresu May, og tí fegnist eg um, at forsætisráðharrin er fúsur at umrøða viðurskifitini, sigur Jeremy Corbyn. Avgerðin hjá May um at leita sær stuðul hjá andstøðuni, hevur loypt øði í tann partin av Konservativa flokkinum, sum er mest harðrendur í spurninginum um ES. Framsøgumaðurin hjá tí partinum, Jacob Rees Mogg, sigur framferðina hjá bretska forsætisráðharranum, Theresu May, vera alt annað enn nøktandi. Fyrrverand uttanríkisráðharrin, Boris Johnson, sigur seg vera ovfarnan av, at spurningurin um brexit nú er latin upp í hendurnar á andstøðuleiðaranum, Jeremy Corbyn. Hvussu leikur nú fer, er ógreitt, men 10. apríl fara hini 27 londini í ES at umrøða bretska ynskið um at leingja freistina. Tey skulu øll verða samd, skal uppskotið fáa undirtøku. Bakkafrost sigur í síni ársfrágreiðing, at meðan fyrra helvt av árinum í fjør var nøktandi , ja, so var seinna helvt av 2018 ein avbjóðing, sum tey siga. Rakstrarúrslitið fyri 2018 var 1.075 milliónir krónur, samanborið við 1.378 milliónir árið fyri. Lækkingin stavar í høvuðsheitum frá hægri kostnaði á tveimum aliøkjum og minni tøku í aligeiranum, sigur Bakkafrost. Í fjør var vinningurin hjá partaeigarunum 513 milliónir krónur. Sum nevnt verður vinningsbýtið, sum verður lutað út nú fríggjadagin, 403 milliónir krónur. Bakkafrost skrivar í ársfrásøgnini, at tey ætla at sjóseta 13 og eina hálva millión smolt í ár, sammett við 9,9 milliónir smolt fyrraárið. Vit stremba eftir framhaldandi marknaðarriknari øking og menning av alifóðri, aling, framleiðslu og sølu, umframt øðrum møguligum útlitum fyri vøkstri, skrivar Bakkafrost í ársfrásøgnini. Tað sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, sum í gjár, týsdagin, legði eina frágreiðing um eigarapolitikk landsins fyri løgtingið. Sunleif Ramussen hevur í hyggju at gera eina klaverskonsert, sum skal vera ein tónlistarlig forteljing av heimsins størstu kjarnorkuvanlukku, Tjernobyl í Ukraina. Seint í summar fer Sunleif Rasmussen saman við einum myndamanni og einum ljóðtøkningi til Prypiat, sum er býurin, ið liggur beint við Tjernobyl og bleiv lagdur fullkomiliga í oyði í sambandi við vanlukkuna. Eg fari at finna fram til klaver, sum standa í ymsum bygninum í býnum, tí hetta var ein býur við nógvum tónleiki, og tey høvdu til dømis eisini musikkskúla, sigur Sunleif Rasmussen, sum skal gera upptøkur av klaverunum har. Við hesum klaverljóðunum fari eg so at gera eina klaverkonsert, har vit eisini koma at síggja myndir á stórskíggja av Tjernobyl, meðan tónleikurin spælir, greiðir Sunleif Rasmussen frá. Gongst sum ætlað, verður arbeiðið at gera klaverkonsertina liðugt einaferð seint í 2022, og Sunleif Rasmussen roknar við, at konsertin verður í Bretlandi. Tveir menn, ið høvdu sín fyrsta arbeiðsdag 1. august í 1984 og sostatt hava verið við frá byrjan av, eru Jógvan Páll Johannesen og Árni Gregersen. Vit hoyra søgur, sum Edward Fuglø hevur skrivað. Vit eru nú komin til bókina Simm Sala Bimm, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2014. Páll Danielsen lesur og Høgni Fagraberg ger ljóðmyndina. Felagsskapurin greiðir frá, hvat hendir í Danmark í løtuni í sambandi við kannabis royndarætlanina, sum Fólkatingið samtykti at gera, har danskir kommunulæknar hava loyvi at útskriva kannabisheilivág í eitt tíðarskeið. Royndartíðin byrjaði 1. januar 2018, og eitt ár aftaná vísti tað seg, 271 læknar útskrivaðu kannabisheilivág til slakar 1400 sjúklingar. Skrivarin í felagsskapinum Cannabis Danmark, Rikke Jacobsen, greiðir frá felagsskapinum og vitanini, tey hava fingið frá royndartíðini í Danmark. Endamálið hjá felagsskapinum er at upplýsa um kannabisheilivág og lofta møguligum fordómum og misskiljingum um kannabisheilivág. Royndirnar higartil eru góðar, sigur Rikke Jacobsen, og hjáárinini hava ikki verið so nógv øðrvísi enn við øðrum heilivági, til dømis møði og vaml, men tað snýr seg um at finna røttu mongdina av heilivági til teir einstaku sjúklingarnar. Heilivágurin vísir seg eisini at hjálpa uppá sjúkueyðkenni, sum til dømis krabbameinssjúklingar og sklerosusjúklingar hava. Heimasíðan hjá Tvøroyrar kommunu skrivar, at 110 fólk koma til Føroya flaggdagin 25.apríl. Fyrst fara tey til Bíggjar, har tey verða skipað í bólkar, sum síðani verða sendir kring oyggjarnar. Tvøroyrar kommuna er við í átakinum hjá Visit Faroe Islands, skrivar heimasíðan. Tíggju fólk í Hvannhaga at hampa gøtuna, laða upp garðar og umvæla portrið. Tá tey eru liðug í Hvannhaga, fara fólkini til Vágs, har tey skulu arbeiða 27. apríl. Síðani verður farið í tyrlu til Havnar, har Visit Faroe Islands skipar fyri stórari veitslu. Tey tíggju fólkini, sum fara til Tvøroyar og Vágs, eru í aldrinum 30 til 60 ár. Tey 110 fólkini, sum koma til Føroya at rudda og hampa, fáa ókeypis uppihald her. Við hesum broytingum er lógaruppskotið nú sent aftur til hoyringar. Endamálið er at greiða frá teimum broytingum, sum eru gjørdar í uppskotinum eftir hoyringina fyrr í ár. Hoyringarsvar við viðmerkingum komu frá Vinnuhúsinum, Landsbankanum og Tryggingareftirlitinum. Okkurt hevur Fíggjarmálaráðið broytt, annað ikki. Landsbankin mælir millum annað til, at Realurin kann læna beinleiðis frá landskassanum. Men hesum tekur Fíggjarmálaráðið ikki undir við, tí hetta samsvarar við, at landið fíggjar skip beinleiðis. Fíggjarmálaráðið heldur, at útlánini hjá Realinum eiga at verða grundað á eginpeningin hjá stovninum. Eykafígging má stovnurin sjálvur útvega sær á fíggjarmarknaðinum, sigur Fíggjarmálaráðið. Tryggingareftirlitið hevur nógv uppskot um broytingar. Tey hevur Fíggjarmálaráðið tikið til eftirtektar. Hoyringarfreistin er til á middegi 15. apríl. Realurin fylgir ikki við, tá broytingar verða gjørdar í lógunum um aðrar fíggingarstovnar og um tryggingarfeløg. Tað sigur Tryggingareftirlitið, sum vísir á lógarásetingar um stýring, útveiting, kapital og gjaldføri. Hetta ásannar Fíggjarmálaráðið eisini. Nógv er hent seinasta árini í lógunum um peningastovnar. Fíggjarmálaráðið kannar tí, um av lógini um Realin skal dagførast. Tryggingareftirlitið er í hesum sambandi biðið um at koma við teimum orðingum, sum eftirlitið metir skulu til fyri at gera lóggávuna fullgóða á hesum øki. Enn er ongin umbøn um eykajáttan til Landssjúkrahúsið komið í tingið. Men eykajáttanin kemur hesa vikuna og er umleið 27 28 milliónir krónur. Tað kom fram í tinginum í dag. 25. mars segði Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, at seinasta hond bleiv løgd á umbønina um eykajáttanina til Landssjúkrahúsið. Men nú, níggju dagar seinni, er framvegis ongin eykajáttan komin í tingið. Løgmaður svaraði, at eykajáttanin liggur í Fíggjarmálaráðnum, og at hon er umleið 27 til 28 milliónir krónur, og verður løgd fyri tingið í vikuni. Tað var um seks tíðina í gjárkvøldið, at Olga Maria bað um hjálp, tí báturin hevði fingið um skrúvuna. Hann var tá staddur í i kassanum norður úr Mýlingi. Sjaskveður var á leiðini, tá Tjaldrið kom til bátin, sigur Ellintur Abrahamsen, skipari á Tjaldrinum. Olga Maria verður tikin upp á beding í Havn. Umboðini hjá samgonguni í Fíggjarnevndini taka ikki undir við uppskotinum hjá Kára P. Højgaard, Bill Justinussen og Magnusi Rasmussen, tingmonnum, um at breiðka vegateinin millum Oyndarfjørð og Hellurnar. Í álitinum frá Fíggjarnevndini siga umboðini hjá samgonguni, at tey eru samd við uppskotsstillaran um, at vegateinurin treingir til ábøtur. Men kortini mæla tey til at fella uppskotið. Landsstýrismaðurin hevur kunnað Løgtingið um, at ítøkiligar ætlanir eru um at seta upp bilverju í næstum á einum vegastrekki upp á 300 400 metrar, har tað verður mett neyðugt við atliti at ferðslutrygdini. Eisini sigur landsstýrismaðurin, at vegateinurin verður við í uppfylgjandi arbeiðinum við nýggjastu samferðsluætlanini, sum varð løgd fram í vár. Umboðsmaðurin helt ikki, at kommunan hevur hildið reglurnar um víðkaðu partshoyringarskylduna, og metti ikki kommununa hava nøktandi skjalagrundarlag til at staðfesta, at talan var um óloysiligar samstarvstrupulleikar. Av tí at ósamsvar var ímillum skrivliga grundarlagið hjá kommununi í málinum og frágreiðingina til umboðsmannin um grundarlagið fyri uppsøgnini, gjørdi umboðsmaðurin av at síggja burtur frá pørtum av frágreiðingini hjá Tórshavnar kommunu í viðgerðini av málinum. Samanumtikið gav umboðsmaðurin Tórshavnar kommunu eina álvarsliga átalu fyri handfaringina av málinum og heitti á kommununa um at viðgera málið av nýggjum og lata seg frætta, hvat víðari hendir í málinum. Umboðini hjá samgonguni í Fíggjarnevndini taka ikki undir við uppskotinum hjá Bill Justinussen, Magnusi Rasmussen og Kára P. Højgaard, løgtingsmonnum, um at breiðka vegin til Funningsfjarðar. Meirilutin í Fíggjarnevndini, tað eru umboðini hjá andstøðuni, mælir til at samtykkja uppskotið, og skrivar í álitinum, at vegurin er høvuðsferðsluæðr til bygdirnar Gjógv, Funning, Funningsfjørð og Elduvík. Í Funningsfirði er stórt vinnuligt virksemi, sum hevur nógva tunga ferðslu við sær. Elduvík og Gjógv eru millum mest vitjaðu ferðamál. Nógvir bussar, fullir av ferðafólki, koyra alt summarið til hesar bygdirnar. Men minnilutin, sum eru samgonguumboðini, mælir frá at samtykkja uppskotið, hóast tey halda, at vegurin ikki er tíðarhóskandi, nú ferðslan á leiðini er økt. Sambært minnilutanum í Fíggjarnevndini, hevur landsstýrismaðurin boðað frá, at Landsverk hevur fingið boð um beinanvegin at fara undir at gera ábøtur. Eitt nú skulu fleiri víkipláss gerast. Eitt nýtt sambýli fyri 44 milliónir krónur til fólk við menningartarni og fjølbreki skal byggjast á Eirargarði í Havn, ístaðin fyri at gera verandi bygningar í stand. Landsstýriskvinnan í almannamálum hevur slept ætlanini um at dagføra Eirargarð 14 16 í Havn, og ætlar í staðin at byggja eitt nýtt sambýli, sum í fyrstu syftu er til húsfólkini á Eirargarði. Soleiðis stendur í viðmerkingum til uppskotið, sum Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, hevur lagt fyri tingið. Ætlanin er at byggja eitt sambýli við 18 røktarbústøðum, felagshølir og felags virksemi. Røktarbústaðirnir skulu innrættast til at veita nógvan stuðul og serliga røkt. 12 av teimum 18 íbúðunum hava stór vesi baðirúm til tyngri rørslutarnað. Sambýlið verður bygt í tveimum búeindum, har hvør búeind verður býtt í tríggjar eindir. Kostnaðurin at byggja nýtt sambýli er mettur at vera í mesta lagi 44 milliónir krónur. Útreiðslurnar verða fíggjaðar við fýra milliónum á fíggjarlógini í ár, átta milliónum á fíggjarlógini fyri 2020, 18 milliónum á fíggjarlógini í 2021 og 14 milliónum á fíggjarlógini í 2022. Sambært uppskotinum, so fer verklagslógin úr gildi í desember 2024. Tað vil siga, at sambýlið skal verða liðugt í seinasta lagi 2024. Tuberklarnir er nýskrivaður leikur, sum varð framførdur á Sanatoriinum farna vikuskiftið, og er tað Sjónleikaskúlin undir leiðslu av Sóley Danielsen, ið hevur staðið fyri. Talan er um 18 leikarar, ið allar eru 45 ár og eldri, ið hava skrivað og spælt. Og saman við Barbaru Hentze í Stórustovu og Rudolfi Joensen ummæla vit leikin. Í hesum døgum rundar Býarbókasavnið tey hálvthundrað. Og saman við leiðaranum Vónbjørt Vang ferðast vit um savnið Eitt nú spyrja vit um hvønn týdning bókasøvnini hava í hesum talgildu tíðum. Sunnudagin verður leikurin Leitanin eftir at vera eftir Katarinu Nolsøe frumspældur á Tjóðpalli Føroya. Vit hitta høvunda og leikstjóra, umframt Gunnvá Zachariassen og Búa Dam, ið verða á palli. Farna heyst lat Rakel Helmsdal úr hondum barnastuttsøgusavnið Miljuløtur, ið nú er í uppskoti til Barnabókavirðisløn Norðurlandaráðsins. Vit fáa vitjan av høvundanum. Tú kanst hoyra sendingina her Katarina Nolsøe er útbúgvin sjónleikari, sum í 2006 fekk álvarsamt tunglyndi, sum hevði við sær, at hon fleiri ferðir hevur verið innløgd á psykiatriska deplinum. Men nú hevur Katarina tað nógv betri, og við leikinum, sum verður sýndur á Tjóðpalli Føroya í hesum døgum, Leitanin eftir at vera, greiðir Katarina frá stríðnum, hon hevur haft við tunglyndinum, og hennara ferð gjøgnum ótta og angist út aftur í ljósið. Katarina hevur skrivað yrkingina, sum nú er umskapað til leikhandrit, umframt at hon er leikstjóri á leikinum. Bókin, Leitanin eftir at vera, verður givin út á Sprotanum í samband við frumframførsluna, sunnudagin 7. apríl. Eftir góðar sjey tímar langan stjórnarfund í gjár, boðaði bretski forsætisráðharirn, Theresa May, frá, at hon fyri fyrstu ferð er tilreiðar at seta seg saman við andstøðuleiðaranum, Jeremy Corbyn, í eini roynd at snikka eitt uppskot út úr brexit ruðulleikanum. Í beinleiðis sjónvarpsrøðu segði May, at hon eisini fer at heita á ES um at útseta brexit dagfestingina frá 12. apríl til 22. mai, sum er seinasti dagur, at Bretland kann verða limur í ES uttan at verða við í valinum til ES tingið. May vil hava semju við Corbyn um nýggja ætlan fyri brexit, sum bretska parlamentið skal atkvøðu um áðrenn 10. apríl, tá ES leiðarar aftur hittast til kreppufund um at Bretland fer úr ES. May hevur gjørt greitt, at eingin broyting verður gjørd í løgfrøðiliga bindandi partinum av hennara skilnaðaravtalu, men at hon søkir semju í politiska partinum av avtaluni, parturin, ið snýr seg um framtíðar samstarvið við ES. Corbyn fegnast um innbjóðingina og heldur seg hava skyldu at taka av innbjóðingini. Fyrr hevur Corbyn sagt, at skilnaðaravtalan má fevna um permanent tollsamstarv við ES og tryggja arbeiðsfólki rættindi. Eygleiðarar í bretskum miðlum ivast tó í, um May og Corbyn kunnu semjast um nakað, sum parlamentið eisini kann góðtaka. Í hvussu er ikki nóg skjótt. Nakrir eygleiðarar siga eisini, at hetta er ein máti hjá May at leggja part av ábyrgdini fyri brexit skipbrotinum á herðarnar hjá Corbyn. Men semjast tey, so verður helst talan um smidligari uppskot til avtalu, soleiðis sum Corbyn vil hava tað. Fyrrverandi bretski uttanríkisráðharrin, Boris Johnson, er í øðini um fundarboðini til Corbyn. Johnson sigur seg vera vónbrotnan, tí May, nú í endaspurtinum, er tilreiðar at lata Corbyn fáa ávirkan á endaligu avtaluna við ES, og sostatt lata Brússel fáa valdið á bretskum handilspolitikki og lóggávu. Spyrst einki burtur úr royndunum hjá May og Corbyn um felags brexitætlan, verða ymiskir brexit møguleikar lagdir fyri parlamentið at atkvøða um, sigur Theresa May, skrivar Yle. Hevur bretska parlamentið ikki góðkent skilnaðaravtalu í seinasta lagi fríggjadagin í næstu viku, verður dagfestingin fyri, nær Bretland fer úr ES ikki longd, segði Jean Claude Juncker, formaður í ES nevndini, í dag. Vit hoyra søgur, sum Edward Fuglø hevur skrivað. Vit eru nú komin til bókina Simm Sala Bimm, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2014. Páll Danielsen lesur og Høgni Fagraberg ger ljóðmyndina. Við 313 atkvøðum fyri og 312 í móti atkvøddi Undirhúsið í nátt fyri eini lóg um at noyða Theresu May at biðja ES um at útseta brexit fyri at forða fyri einum brexit við ongari avtalu 12. apríl. Í lógaruppskotinum, sum atkvøtt varð um tvær ferðir, stendur, at Undirhúsið má noyða May at biðja ES um enn eina ferð at útseta brexit og forða fyri, at landið fer úr ES við ongari avtalu um ikki Parlamentið tekur undir við tí. Hóast lógin helst verður samtykt, noyðir hon ikki ES til at útseta brexit. Oliver Letwin úr Konservativa flokkinum og Yvette Cooper úr Labour løgdu fram uppskotið. Í viðmerkingum í nátt sigur varaforsetin í ES nevndini, Frans Timmermans, at ES ikki kann halda fram á henda hátt og góðtaka útseting óendaligt. Sambært Reuters, segði Timmermans við týska blaðið Die Welt, at ES er komið til markið, hvat tað hevur at bjóða, tá tað snýr seg um loyvi at leingja freistina fyri brexit. Vit kunnu ikki halda fram á henda hátt í brexit samráðingunum og altíð útseta við tveimum vikum. Bretska parlamentið noyðist at taka støðu og siga, hvat tey vilja, segði varaforsetin. Í gjárkvøldið feldi bretska parlamentið eitt eyka uppskot, sum skuldi tryggja, at Bretland fer úr ES í seinasta lagi 22. mai, við 488 atkvøðum ímóti og 123 atkvøðum fyri. Starvsfólk hjá Javnaðarflokkinum á Fólkatingi hava verið við í arbeiðinum at menna orku og umhvørvispolitikkin hjá Javnaðarflokkinum í Føroyum. Hetta hóast peningur til Javnaðarflokkin á Fólkatingi hvørki skal fara til valstríð ella til flokkin í Føroyum. Umframt sína løn fáa báðir teir føroysku fólkatingslimirnir áleið 1,7 milliónir krónur árliga. Hesin peningurin skal brúkast til rakstur á skrivstovum teirra og til millum annað ymiskt kunnandi og upplýsandi arbeiði. Men í reglunum um, hvat peningurin má nýtast til, stendur millum annað, at peningurin ikki skal brúkast til valstríð og heldur ikki má blandast saman við tí hjá flokkinum. Í fjør setti Sjúrður Skaale eitt starvsfólk hjá sær at kanna og lýsa ymisk umhvørvisviðurskifti. Hetta úrslitaði í eini frágreiðing uppá 24 síður, ið síðani er vorðin grundarlag undir orku og umhvørvispolitikkin hjá Javnaðarflokkinum her í Føroyum. Sjúrður Skaale heldur ikki, at nakar trupulleiki er í hesum, og sigur, at Javnaðarflokkurin má kunna brúka tað arbeiði, sum verður gjørt á Fólkatingi. Tað er eingin loyna, at peningaliga eru fólkatingslimirnir væl stillaðir samanborið við løgtingslimirnar og politisku flokkarnar her í Føroyum, og tí er spurningurin, hvørt føroysku flokkarnir, sum hava fólkatingslim, hava ein stóran fyrimun framum hinar flokkarnar. Løgmennir, sum sótu á Steigini í Sandavági, vóru 17 í tali. Tann, sum sat stytst, var løgmaður í hálvtannað ár, og tann drúgvasti sat í starvinum úti við 50 ár. Teir fyrstu vóru oftast vanligir bóndur, meðan teir seinnu stundum vóru væl lærdir menn, sum høvdu lisið eitt nú løgfrøði. Nógvir vóru skyldmenn, men fleiri vóru eisini útlendingar. Løgmaður var dómari í trætumálum og setti løgtingið. Hann fekk intøkurnar av garðinum í Sandavági og løgmanstoll frá øllum monnum millum 15 og 50 ár. Løgrættumenn, prestar og sýslumenn sluppu kortini frá hesum gjaldi. Tá løgmansembætisð varð niðurlagt í 1816 var ikki longur brúk fyri Steigagarði í Sandavági. Jørðin varð tí seld. Hon varð seld í átta pørtum, sum hvør vóru tríggjar merkur uttangarðs og tvær merkur innangarðs. Treytirnar vóru, at ein triðingur varð goldin í hondina og restin innan seks ár við 4 í rentu p.a. Stórur áhugi var at keypa bæði í Vágum og aðrastaðni í Føroyum. Øll jørðin fór fyri slakar 16.000 ríkisdálar. Seinni keypti Suðuroyar Dánjal Smástovuna, sum arbeiðsfólkið hevði búð í, og Kollafjarðar Jógvan keypti Stórustovuna, sum løgmenninir høvdu búð í. Í morgunsendingini vitjaðu tveir fyrrverandi forsetar, Líggjas Joensen og Heðin Mortensen, og hugdu aftur á seinastu 80 árini hjá ÍSF. Jane hevur havt sálarligar trupulleikar, síðani hon var tannáringur. Hon hevur ongantíð havt eitt vanligt arbeiði og hevur sitið heima hjá mammu síni, til hon var yvir 30 ár. Nú er Jane komin í arbeiðsroynd í Fountainhúsinum. Hon droymir um at fáa lærupláss og klára seg sjálva. Dagmar Joensen Næs og Jónfinn Stenberg gjørdu sendingina. Vit hava ikki serliga góð orð á føroyskum fyri kynsgøgnini, og tí eru næstan ongi orð, sum øll brúka, sigur Elin Henriksen, málkøn, sum í Málteiginum viðger føroysk heiti á likamslutum. Lurtari, sum hevur varnast, at fleiri og fleiri føroysk heiti verða skift út við donsk heiti ella bara hvørva, hevur vent sær til Málteigin. Elin Henriksen er samd við lurtaran, og hon hevur gjørt ein lista yvir føroysk heiti á likamslutum, sum verða gjøgnumgingnir í sendingini. Býarbókasavnið hevur flutt seg við tíðini. Í dag er bókasavnið ein mentanardepil í hjartanum í Havn, har øll kunna koma, leita sær vitan, lesa bløð, arbeiða á telduni og lána bøkur. Men ungdómurin hevur verið forsømdur, viðgongur Vónbjørt Vang, býarbókavørður. Tí verður arbeitt við at fáa eina nýggja deild, har ung burturav kunna koma, vera saman, lesa, spæla og eisini vera á telduni. Kærufreistin er til 1.mai. Við teimum tiltøkum, sum verða gjørd fyri minka lukt og ljóð, heldur Umhvørvisstovan, at árinini á umhvørvið uttan um biogassverkið fara at vera avmarkað. At byrja við verða neytamykja, skarn frá smoltstøðum og súrløga frá alivinnuni tikin. Biogassverkið skal lata Fjarhitafelagnum hita og SEV streym. Í henni eru fleiri tilmæli, sum síggjast orðarætt aftur í orkupolitikkinum, sum Javnaðarflokkinum her í Føroyum legði fram í síðstu viku. Lønarnevndin mælir til, at varafólk, sum hava verið í tinginum longur enn tríggjar mánaðir samanlagt í einum valskeiði og framvegis eru í tinginum ein mánað fyri val, fáa fráfaringarløn, sum svarar til ein dag fyri hvørjar 16 dagar, varafólkið hevur verið í tinginum, men tó í mesta lagi fyri seks mánaðir. Grein 25 nevndin spyr, hví varafólk, sum eru í tinginum fyri tey, sum fara í landsstýrið, men síðani koma aftur í løgtingið, uttan at val hevur verið, ikki fáa fráfaringarsamsýning. Grein 25 nevndin umhugsar at boðsenda lønarnevndina og spyrja hana um hetta. Í grein 25 nevndini eru sjey tingfólk, eitt úr hvørjum flokki. Men tá tað nú kortini verður gjørt á ólavssøku næsta ár, er ógvuliga týdningarmikið og grundleggandi, at yvirtøkan ikki fær neiligar avleiðingar fyri føroyska sjóvinnu, siga reiðararnir. Í brævi til nevndina, sum hevur málið um yvirtøkuna í løtuni, sigur felagið, at tað er løgið, at uppskotið fyrst verður lagt fyri løgtingið, áðrenn avleiðingar og tillagingar verða lýstar. Reiðarafelagið sigur, at longu sum er hava føroyskir myndugleikar torført við at finna neyðuga orku til altjóða sáttmálar um sjóvinnu og arbeiðið við teimum. Heimið kostar 84 milliónir krónur. Bygningurin er íalt 2.223 fermetrar til støddar, sambært MT Højgaard, ið hevði lægsta tilboðið. Men meirilutin í býráðnum samtykti hóskvøldið at samráðast við byggifelagið MT Højgaard um umlættingarheimið og endurvenjingarmiðstøðina í Hoyvík. Tá samráðingarnar við MT Højgaard eru lidnar, skal málið aftur í býráðið. Endalig støða er ikki tikin enn, sigur meirilutin í býráðnum. Luttakarar Rannvá Tórgarð, Herborg Olsen, Alvilda Samuelsen, Súsanna Nolsøe Dahl, Heðin Mortensen, Líggjas Joensen og Elin Henriksen. Hetta er familjan, sum Søren Ryge vitjaði fyri fáum árum síðan. Pápi, mamma og fýra smá børn, sum búgva á einum lítlum garði og gera alt sjálvi. Nú vitjar hann tey aftur at vita, hvussu gongst. Tey størstu tíðindini eru, at eitt barn er komið afturat. Brúkaraeftirlitið avdúkar svik og gevur kunnleika um, hvussu tú gerst dugnaligari brúkari. Kanning avdúkar, at í smyrsli er vandamikið umhvørviseitur. Pia roynir nýggja tøkni, so hon kann síggja ommur og abbar meira. Og hvønn mikrofipurklút skalt tú velja Programmleiðari Marit Evertsen Grimstad, Christian Strand og Pia Rivelsrud. Semingsmenninir høvdu fund við partarnar, hvør sær, seinnapartin í gjár, og tann fundurin endaði við, at partarnir samdust um at fara undir samráðingar fyrrapartin í morgin. Í dag fyrireika partarnir seg til samráðingarnar í morgin. Reiðarafelagið og manningarfeløgini, Maskinmeistarafelagið, Skipara og navigatørfelagið og Fiskimannafelagið, byrjaðu at samráðast hálvan februar. Samráðingarnar slitnaðu seinnapartin hósdagin í farnu viku, tá partarnir gjørdu av at senda boð eftir Semingsstovninum. Samstundis útsettu semingsmenninir ein møguligan arbeiðssteðg frá á miðnátt sunnukvøldið, til á miðnátt næsta sunnukvøld. Semingsstovnurin fekk tilfar frá pørtunum, og síðani hevur samskifti verið hvønn dag. Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at enn er vónleyst at siga, hvat úrslitið kann gerast, men ein semingsroynd verður gjørd, sigur hann. Hann sigur, at sum er, ber ikki til at siga nakað sum helst um, hvussu samráðingarnar kunnu enda, og hann kann heldur ikki siga nakað um, hvussu leingi samráðst verður, tað verður støða tikin til so hvørt, sigur hann. Viðkomandi, sum verður settur, skal millum annað vera løgfrøðingur, búgva í Føroyum og í minsta lagi hava arbeitt sum politifulltrúi ella havt annað yvirskipað starv hjá løgregluni í trý ár. Eisini verður kravt, at viðkomandi, ið verður settur sum fúti í Føroyum, er sjónligur og álitisvekjandi leiðari, og dugir at síggja heildarloysnir. Talan er um tænastumanna og áramálssett starv í fimm ár. Lønin er góðar 630.000 um árið, og ein føroyaviðbót, sum er slakar 40.000 krónur um árið. Harumframt verður avtala gjørd um persónliga viðbót og áramálsviðbót, stendur í lýsingini. Fútin er stjóri fyri løgregluni í Føroyum og ákæruvaldinum í Føroyum. Hann hevur ábyrgd av rakstri og menning innan løgregluna, og hann er eisini stjóri fyri arrestina og hevur ábyrgd av Arresthúsinum í Havn. Verandi fútin í Føroyum, John Kølbæk, hevur røkt starvið síðani 1. juni í 2013. Hann gevst av persónligum ávum, segði hann við Dimmalætting í januar. Fyri viku síðani fór sangleikabreytin í E Námi á pall í Mentanarhúsinum í Fuglafirði við sangleikinum Grease. Og saman við Ann Chanett Danielsen ummæla vit kenda sangleikin. Norski rockhøvdingurin ge Aleksandersen er farin um tey sjeyti. Vit tekna eina mini vangamynd. Í seinra tímanum verður politikkur á skránni, tí tá vitjar hin fyrsti av floksformonnunum um runda borðið í Nón. Vit fara at tosa við formann Fólkafloksins Jørgin Niclasen, um persónin og politikkin, samstundis sum formaðurin eisini fær nakrar øðrvísi avbjóðingar. Tú kanst hoyra sendingina her Endurmenningin, ella rehabiliteringin, og endurvenjingin til teirra, sum hava brúk fyri henni eftir sjúkraviðgerð, er ikki nóg væl samskipað. Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, ásannar eisini trupulleikan, men hon sigur, at arbeitt verður við einari loysn. Í 18 ár hevur hann verið løgtingsmaður, men nú hevur Kári P. Højgaard, tingmaður fyri Sjálvstýri, boðað frá, at hann stillar ikki uppaftur. Fasta sambandið inn á Skálafjørðin hevur verið hansara hjartamál, og at Eysturoyartunnilin er vorðin veruleiki, er størsta avrikið, heldur Kári P. Højgaard sjálvur. Jógvan Páll Lassen, advokatur, sum var gestur í Degi og Viku, sigur, at lógin forðar ikki fyri, at gjald verður tikið, men hann heldur, at bøndur og óðalsmenn eiga at loysa málið saman við Visit Faroe Islands. Íverksetarafelagið Kykmyndir, sum Jón Hammer eigur, fær 400.000 krónur til filmin Oktober. 20 filmsverkætlanir fáa stuðul í fyrra umfarinum í 2019. Næststørstu upphæddina, 250.000 krónur, fær Trygvi Danielsen, sum vann Geytan í fjør fyri 111 góðar dagar. Mentamálaráðið upplýsir, at umsóknir um pengar til leikfilm eru fleiri nú. Tær vóru seks hesaferð. Tveir filmsráðgevar, sum í løtuni eru Magni Høgnesen og Barbara í Stórustovu, gjørdu tilmæli til landsstýrismannin í mentamálum um, hvussu stuðulin skuldi býtast hesaferð. Játtanin til føroyska filmsframleiðslu er 2,7 milliónir krónur, 400.000 krónur meira enn í fjør. Seinna stuðulsumfar verður í heyst. Evsta mark at søkja er 1. september. Skeiðið er ætlað vaktarfólkum, ið arbeiða á leikvøllum til altjóða dystir og aðrar dystir, ella fólkum, ið hava hug at arbeiða sum vaktarfólk. Á fyrsta skeiðnum luttóku 11 fólk, sum vanliga arbeiða á Tórsvølli til allar altjóða dystir. Summi teirra eru sonevndir bólkaleiðarar undir Tórsvølli, meðan onnur eru sjálvboðin frá feløgum í høvuðsstaðnum. Vit tosa við Terja Nielsen, sum var ein av undirvísarunum á skeiðnum og hevur UEFA instruktørskeið, og ein av luttakarunum á skeiðnum, Hugo Joensen. Terji Nielsen vónar, at fleiri fara at taka UEFA Stewards skeiðið, og hann vónar eisini, at fleiri kvinnur fara at arbeiða sum vaktarfólk. Av teimum 11, sum tóku skeiðið síðsta vikuskiftið, var bara ein kvinna. Terji Nielsen sigur, at tørvur er á fleiri kvinnuligum vaktum, tí til dømis tá fólk skulu kannast, hevur ein kvinna rætt at verða kannað av einari kvinnu, um hon ynskir tað. Hugo Joensen hevur verið vaktarfólk í eini 10 ár, og hann er eisini bólkaleiðari. Hann hevur millum annað ábyrgd av at samskipa nøkur vaktarfólk, samskifta við onnur trygdarfólk og eygleiða fólk. Fótbóltssamband Føroya miðar eftir, at um eitt ár ella so, eru tað bara fólk, ið hava lokið eitt slíkt skeið, sum eru til arbeiðis á Tórsvølli, tá landsdystir eru á skránni. Inni eru minusstig, og úti dansar norðlýsið. Emil Harjo Indsetviken Programmleiðari er í Kirkenes og skrivar seg inn á eitt hotell, sum er øðrvísi enn vanligt. Katarina Nolsøe er útbúgvin sjónleikari. Hon er gift við Hans Torgarð, og saman eiga tey tvey børn. Tóálv, ið er 18 ára gamal og Mariu, sum er 22. Men nú hevur Katarina tað nógv betri, og við leikinum, sum verður sýndur á Tjóðpalli Føroya í hesum døgum, Leitanin eftir at vera, greiður Katarina frá stríðnum hon hevur haft við tungdlyndinum, og um sína ferð gjøgnum ótta og angist. Mikkel Niva hevur aldri kent pápa sín, sum fór frá honum, tá hann var lítil. Nú er Mikkel farin at hugsa um, hvussu tað hevur ávirkað hann, um tað hevði borið til at fingið góð viðurskifti við hann, nú hann er vaksin, og hví pápin ikki megnaði at vera pápi hansara. Sjefarin Trolla er linur, og lítið er um hann, so hann verður koyrdur á djórasjúkrahúsið. Ankan er spentur, tí hann skal verða við einum djóralækna ein sera skiftandi arbeiðsdag. Gestir Rasmus Brohave, youtubari, Jonna Fritsdóttir Mortensen, samskipari á barnaøkinum í KvF og Tóra Peterssen, Ph.d. í sálarfrøði. Endamálið við Karrierekanonen, er, at hjálpa evnaríkum tónleikarum fram á leið, soleiðis at teir kunnu fáa eina yrkisleið í tónleikinum. At enda verða tríggir vinnarar funnir, ið eitt nú sleppa at hava egna konsert á Skanderborg árið eftir, og verða spældir á P3 ella P6 Beat, tá tónleikurin er gjørdur. Mong leita eftir kærleika á netinum, men øll tey støku har eru ikki tað, tú heldur. Sanne Olsson finnur bæði falskar vangamyndir, uppblást limatal og fólk sum hava til starv at svara kærleikshungrandi fólki, tá hon granskar heimasíður, sum bjóða kærleika ella ein a at fara út við. Luttakarar Turið Christiansen, Pál Weihe, Djóni Eidesgaard, Magnus Tausen, Terji Nielsen, Hugo Joensen, Hallur Joensen, Kristina Bærendsen Emma er 18 ár og hevur fingið tilboð um at gerast ballettdansari í Berlin. Hon er í tvístøðu, tí enn veit hon ikki vist, um hon stendur royndina á Kongliga Teatrinum í summar. Sendingin fylgir seks kongligum ballettdansarum í hálvt ár og gevur innlit í, hvussu tað er at liva í eini verð við harðari kapping, dissiplin, stórum dreymum og vónbrotum. Føroyingar og danir hava síðani 2017 endurskoðað lógina, sum er meira enn 30 ára gomul. Hetta arbeiðið er nú liðugt og sent til hoyringar. Millum annað skal Føroya rættur hava dómsmenn. Sambært uppskotinum skulu tveir dómsmenn vera í ávísum revsimálum. Og tríggir, tá Landsrætturin er í Føroyum. Dómsmenn eru vanlig fólk, sum viðgera rættarmál saman við løgfrøðiligum dómarum. Í Føroyum eru vanlig fólk tó longu dómarar. Í nevningamálum eru 12 fólk, sum ikki eru løgfrøðiligir dómarar, nevningar. Í nevningatingum er sakarkravið í minsta lagi fýra ára fongsul. Men sambært nýggja uppskotinum um rættargangslóg fyri Føroyar, skulu dómsmenn eisini viðgera vanlig revsimál, har sakarkravið er minst seks mánaða fongsul. Í stórum borgaraligum málum, sum hava prinsiellan týdning, verða tríggir løgfrøðiligir dómarar. Málið millum Fíggjarligt støðufesti og oddamenninar í Eik er gott dømi um slíkt sakarmál, har dómsmenn verða brúktir í Danmark. Uppskotið sigur eisini, at Føroya rættur kann senda eitt mál beinleiðis til Eystara landsrætt, so fyrsta viðgerðarstig verður har. Slík mál kunnu fara í Hægstarætt uttan loyvi krevst frá Processbevillingsnævnet. Í uppskotinum um nýggja rættarganglóg fyri Føroyar eru 1086 greinar. Sambært Løgmansskrivstovuni eru fleiri enn 200 lógarbroytingar gjørdar í donsku rættargangslógini, sum ikki eru settar í gildi fyri Føroyar. Nýggja rættargangslógin skal viðgerast í løgtinginum og í fólkatinginum í heyst. Vit eru í einum politiskum valári, og løgtingsval verður helst í summar. Aðrenn tað formliga valstríðið av álvara fer í gongd, bjóða vit formonnunum í teimum politisku flokkunum í Nón, ein fyri og annan eftir. Dag og dagliga hoyra og síggja vit illsinnisgleps úr ymsum heraðshornum um okkara politikarar. Tað politiska kann blíva nokk so persónligt, men hvør er so persónurin aftan fyri politikkin. Vit gera eina roynd at koma aftur um barrikadurnar hjá tí politiska menniskjanum. Hvørjir eru teir, hvaðani kemur politiski áhugin frá, og hví vilja teir valdið. Hvussu er tað politiska menniskjað Floksformenninir sleppa eisini at royna seg í eini spurnarkapping. Og so spyrja vit teir eisini um politikkin, sum alt snýr seg. Ítróttarportrett. Toini Gustafsson R nnlund er skíðrennari og vann yvir sovjetiska skíðrennaranum, sum hevði vunnið í fleiri ár, Toini vann dupult OS gull. Landsfelag pensjónista vísir á, at í viðmerkingunum um lógaruppskotið verður gjørt greitt, at til ber at gera mismun vegna aldur, tað er, tá fólk eru vorðin fólkapensjónistar. Í rundskrivi hjá Fíggjarmálaráðnum er fráfaringaraldurin hjá alment settum starvsfólkum 70 ár. Arbeiðsmarknaðurin hevur innrættað seg eftir, at tað ber til at koyra fólk frá, tá tey hava nátt ávísan aldur. Loyvt verður framvegis at gera hendan mismunin, sigur Samferðslumálaráðið í viðmerkingunum um lógaruppskotið. Landsfelag pensjónista heitir á løgtingið um at lóggeva soleiðis, at ikki er loyvt at siga fólki upp fyri aldur. Pensjónsaldur skal ikki vera tað sama sum fráfaringaraldur á arbeiðsmarknaðinum, sigur Landsfelagið. Og fráfaringaraldurin skal eisini burtur. Tað er frá Ingrid S. Henriksen, Thordis Skaalum og Bozena Rasmussen, sum eftir trimum døgum hava savnað inn 128 undirskriftir. Tey biðja løgtingið strika 70 ára fráfaringaraldurin hjá tí almenna. Tey undrast, tá føroyska lógaruppskotið byggir á donsku lógina um forskelsbehandling frá 2016. Í henni er 70 ára fráfaringaraldur strikaður, siga tey. Hagin er fullur av grasi, fuglum og gróti, men hvussu sær havbotnurin út Jensina syngur um havsins botn, og nú er spennandi at vita, hvar tey enda. Vónandi fær Jensina ikki vatn í gummistivlarnar. Í síðsta mánað taldi Fuglakanningarstøðin á Havstovuni føroyska grágásastovninum, og teljingin vísti 300 grágæs, tá eru tølini fyri Vágar og lítlan part av Streymoynni ikki við. Tey koma seinni. Føroyingar og danir hava síðani 2017 endurskoðað lógina, sum er meira enn 30 ára gomul. Hetta arbeiðið er nú liðugt og sent til hoyringar. Millum annað skal Føroya rættur hava dómsmenn. Sambært uppskotinum skulu tveir dómsmenn vera í ávísum revsimálum. Og tríggir, tá Landsrætturin er í Føroyum. Dómsmenn eru vanlig fólk, sum viðgera rættarmál saman við løgfrøðiligum dómarum. Í Føroyum eru vanlig fólk tó longu dómarar. Í nevningamálum eru 12 fólk, sum ikki eru løgfrøðiligir dómarar, nevningar. Í nevningatingum er sakarkravið í minsta lagi fýra ára fongsul. Men sambært nýggja uppskotinum um rættargangslóg fyri Føroyar, skulu dómsmenn eisini viðgera vanlig revsimál, har sakarkravið er minst seks mánaða fongsul. Í stórum borgaraligum málum, sum hava prinsiellan týdning, verða tríggir løgfrøðiligir dómarar. Málið millum Fíggjarligt støðufesti og oddamenninar í Eik er gott dømi um slíkt sakarmál, har dómsmenn verða brúktir í Danmark. Uppskotið sigur eisini, at Føroya rættur kann senda eitt mál beinleiðis til Eystara landsrætt, so fyrsta viðgerðarstig verður har. Slík mál kunnu fara í Hægstarætt uttan loyvi krevst frá Processbevillingsnævnet. Í uppskotinum um nýggja rættarganglóg fyri Føroyar eru 1086 greinar. Sambært Løgmansskrivstovuni eru fleiri enn 200 lógarbroytingar gjørdar í donsku rættargangslógini, sum ikki eru settar í gildi fyri Føroyar. Nýggja rættargangslógin skal viðgerast í løgtinginum og í fólkatinginum í heyst. Umsóknirnar til stjórastarvið á Landsverki eru ikki bara úr Føroyum, men ymsastaðni frá, sigur Rúni Joensen, aðalstjóri í Samferðslumálaráðnum. Evald Kjølbro var stjóri í Landsverki til 19. desember í fjør, tá Heðin Mortensen, landsstýrismaður, loysti hann úr starvinum. Grundgevingin var, at Landsverk ikki hevði dugað nógv væl at stýrt byggiætlanini Glasir. Stjórin í Landsverki varð sagdur úr starvi fyri at taka trýstið av polittisku skipanini, segði Heðin Mortensen. 21. januar legði Rigmor Dam, landsstýriskvinna frá sær av sama máli. Føroya Symfoniorkestur skipaði fyri nøkrum árum síðani fyri barnakonsert. Hendan konsertin hevur síðani ment seg til at vera ein stórur barnafestivalur við alskyns tiltøkum fyri børn. Men kjarnin í festivalinum er framvegis klassiskur tónleikur, og tað fer eisini at merkja hetta vikuskiftið. Konsert verður millum annað við yngru luttakarunum í tónleikakappingini Stella Polaris. Umframt tað eru fleiri onnur tiltøk. Hoyr Sunnuvu Bæk, fyriskipara, greiða frá Um vikuskiftið verða tvær forvitnisligar konsertir. Hetta er tónleikur á hægsta altjóða støði. Tveir tónleikarar úr London Symphony Orchestra vitja í Føroyum. Teir eru klarinettleikarin Chris Richards og fagottleikarin Joost Bosdijk. At spæla saman við sær hava teir fingið klaverleikaran Johannes Andreassen. Vikuskiftissendingin var á gátt í Finsen, har tríbólkurin vandi. Konsertskráin fevnir um russiska romantikk við tónleiki eftir tónaskaldið Mikhail Glinka, sum skrivaði tónleik við støði í russiskum fólkatónleiki. Eisini spæla teir tónleik eftir Brahms. Tað er tann víðagitna sonatan í Eb dur. Sum rosinan í pylsuendanum spæla teir eitt stykki eftir føroyska tónaskaldið Kára Bæk. Hetta er eitt verk, sum varð tilnevnt Tónlistavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri nøkrum árum síðani. Konsertirnar verða í Salt í Suðuroy leygardagin klokkan 16 og sunnudagin í Finsen í Havn somuleiðis klokkan 16. Hoyr innslagið við bæði práti og tónleiki Sunnudagin fer Havnar Horbnorkestur at hava konsert í Eysturskúlanum. Hetta er liður í framsýningini hjá Tórshavnar Kvøld og Ungdómsskúla. Vikuskiftissendingin var á gátt til venjing í Íshúsinum í Havn, har vit fingu orðið á dirigentin Trónd Olsen. Hann greiðir frá, at orkestrið hevur nógvar framførslur fyri framman, nú stevnur og annað stunda til. Eitt tað fyrsta verður flaggdagshaldið 25. apríl, sum orkestrið sjálvt skipar fyri. Hoyr innslagið Eitt dótturfelag hjá Bakkafrosti skal byggja og reka biogassverkið, og farast kann ikki undir byggingina, fyrr enn umhvørvisgóðkenning er latin. Landsstýrið og Bú og heimatænastan, sum umsitur eldraøkið í Suðuroynni, hava í dag gjørt avtalu, um at Bú og heimatænastan sum eina roynd í tvey ár eisini skal hava ábyrgdina av teimum, sum eru yngri enn 67 ár. Sonni á Horni, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu, sigur, at munurin á afturberingini av pengum til kommunurnar fyri eldraøkið og útreiðslurnar, er ov stórur, og tí má leisturin endurskoðast. Tríggir nevndarlimir skuldu veljast til nevndina í Ognarfelagnum, og umboðsráðið valdi Petur Elias Nielsen og Mortan Simonsen í nevndina. Gunn Danielsen varð afturvald. Nevndin í Ognarfelag Tryggingartakaranna mannar eisini nevndina í Betri P F, sum er móðurfelagið hjá Betri Banka, Betri Trygging, Betri Pensjón og Betri Heim. Nevndin í Betri P F er Aslaug Gisladóttir, forkvinna, Gunn Danielsen, næstforkvinna, Karl Birgir Isaksen, Ragnar Joensen, Petur Elias Nielsen, Mortan Simonsen, Annika Thomsen starvsfólkavald , Sverri Justinussen starvsfólkavaldur og Helgi Nielsen starvsfólkavaldur . Í Betri Banka var broytingin tann, at Evy Jacobsen, stjóri í Betri P F, varð vald í nevndina, har hon bleiv vald sum næstforkvinna. Og í Betri Pensjón varð sama Evy Jacobsen eisini vald inn. Mortan Poulsen og Heini Joensen fóru úr nevndini, og Bogi Nielsen varð valdur sum formaður. Stroymingartænastan hjá Itunes, ið nevnist Apple Music, hevur viðmælt sangin á listan Best of the Week saman við 80 øðrum altjóða sangum, við eitt nú Vampire Weekend, Ariana Grande, Diplo og Jonas Brothers. Fyrr í vár fekk Lea Kampmann gávugóðs úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum, ið verður latið fyri at stuðla og eggja gávuríkum ungum listafólkum at nema sær útbúgving. Undir yvirskriftini Saman fremja vit loysingina heldur Tjóðveldi flokstingið í kommunuskúlanum í Hovi. Byrjað varð longu í gjárkvøldið, tá millum annað val av starvsnevnd, grannskoðarum og tiltakslimum var á skránni. Klokkan 10 í dag var formansfrágreiðingin hjá Høgna Hoydal. Sum heild kann sigast, at loysingin stendur hægst á dagsskránni hjá Tjóðveldi á flokstinginum og í valstríðnum, sum kemur. Bæði forkvinnan í aðalstjórnini, Gunnhild Dahl Niclasen, og formaðurin Høgni Hoydal, søgdu, at størri dentur skal leggjast á loysingina. Gunnhild Dahl Niclasen nevndi í sínari røðu, at atfinningar hava verið frá nógvum loysingarfólki, at loysing hevur verið ov lítið á skrá hetta valskeiðið, men hon vísti á, at tað var neyðugt at taka fult ræði á fiskivinnuni, fyrst fyri at arbeiða fram ímóti loysing. Yvirskriftin fyri formannsrøðuni hjá Høgni Hoydal hevði ein greiðan boðskap Saman loysa vit Vit hava tikið ódnartøk saman. Vit eru klár at taka tey seinastu tøkini at skipa tær frælsu Føroyar fyri alt fólkið í landinum . Í røðuni, sum eisini liggur á heimasíðuni hjá Tjóðveldi, vísur Høgni Hoydal á, at flokkurin hetta valskeiðið hevur tikið tung tøk, og bygt súlurnar upp undir einum frælsum Føroyum fyri øll, og sambært Tjóðveldi hava Føroyar ongantíð verið nærri at skipa seg sum sjálvstøðuga tjóð. Tí kunnu nú leggjast ítøkiligu uppskot og krøv fram til, hvussu blokkstuðulin verður minkaður burtur. Nøkur av ítøkiligu málunum, sum TJóðveldi vil fremja til komandi valini eru sambært flokkinum Uppaftur ítøkiligari mál fyri at leggja um til grøna orku, har tað verður gjørligt hjá øllum at fíggja umlegging til grøna orku At tryggja, at ongin livir í fátækraváða í Føroyum At tann gjógvin, sum er millum økir í landinum mjækkar. Serliga Suðuroyggin, Sandoyggin, útoyggjar og smábygdir eru enn í heilt øðrvísi støðu enn onnur pláss í landinum. Og her hava vit fleiri átøk at fremja. At tryggja bústaðarmøguleikar og sámiliga fígging at seta búgv kring landið At farið verður undir Suðuroyartunnil, tá ið Sandoyartunnilin er liðugur er sjálvsagt, og at hinir tunnlarnir eisini verða raðfestir. Sambært Tjóðveldi er valið nú, um seinastu tøkini skulu takast til at stovnseta Føroyar sum sjálvstøðuga tjóð, fíggja egnu vælferð eftir norðurlendskum leisti og virðum, og byggja eitt samfelag á frælsi, samhaldsfesti og somu rættindi og virðing til øll fólk í landinum. Ella um vit í Føroyum skulu bakka aftur í fortíðina. Nevnivert er, at gestarøðari á landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum er kendi danski politikarin Mogens Lykketoft, sum heldur røðu klokkan 10.45. Føroyar eru nú meira klárar enn nakrantíð at gerast ein sjálvstøðug tjóð. Tað var niðurstøðan í formansfrágreiðingini hjá Høgna Hoydal á ársliga flokstinginum hjá Tjóðveldinum í Hovi fyrrapartin. Undir yvirskriftini Saman fremja vit loysingina heldur Tjóðveldi flokstingið í kommunuskúlanum í Hovi. Byrjað varð longu í gjárkvøldið, tá millum annað val av starvsnevnd, grannskoðarum og tiltakslimum var á skránni. Klokkan 10 í dag helt Høgni Hoydal, floksformaður, røðu, og boðskapurin var greiður Saman loysa vit Vit hava tikið ódnartøk saman. Vit eru klár at taka tey seinastu tøkini at skipa tær frælsu Føroyar fyri alt fólkið í landinum . Í røðuni, sum eisini liggur á heimasíðuni hjá Tjóðveldi, vísur Høgni Hoydal á, at flokkurin hetta valskeiðið hevur tikið tung tøk, og bygt súlurnar upp undir einum frælsum Føroyum fyri øll, og sambært Tjóðveldi hava Føroyar ongantíð verið nærri at skipa seg sum sjálvstøðuga tjóð. Fyri áleið 25 árum síðani varð danski blokkstuðulin 25 av føroyska búskapinum. Í dag er hann 3 av tí, sum vit framleiða. Vit skapa sjálv 97 av øllum. Og okkara egnu inntøkur til landskassan eru vaksin meira enn blokkstuðulin hesi 4 árini vit hava sitið. Vit kunnu nú leggja fram okkara ítøkiligu uppskot og krøv til, hvussu blokkstuðulin verður minkaður burtur. Hartil skal eisini fíggjast allur lestrarstuðul uttanlands til føroysk lesandi, sum er mettur til umleið 80 milliónir stendur í formansfrágreiðingini. Nøkur av ítøkiligu málunum, sum Tjóðveldi vil fremja til komandi valini, eru sambært flokkinum Uppaftur ítøkiligari mál fyri at leggja um til grøna orku, har tað verður gjørligt hjá øllum at fíggja umlegging til grøna orku At tryggja, at ongin livir í fátækraváða í Føroyum At tann gjógvin, sum er millum økir í landinum mjækkar. Serliga Suðuroyggin, Sandoyggin, útoyggjar og smábygdir eru enn í heilt øðrvísi støðu enn onnur pláss í landinum. Og her hava vit fleiri átøk at fremja. At tryggja bústaðarmøguleikar og sámiliga fígging at seta búgv kring landið At farið verður undir Suðuroyartunnil, tá ið Sandoyartunnilin er liðugur er sjálvsagt, og at hinir tunnlarnir eisini verða raðfestir. Sambært Tjóðveldi er valið nú, um seinastu tøkini skulu takast til at stovnseta Føroyar sum sjálvstøðuga tjóð, fíggja egnu vælferð eftir norðurlendskum leisti og virðum, og byggja eitt samfelag á frælsi, samhaldsfesti og somu rættindi og virðing til øll fólk í landinum. Ella um vit í Føroyum skulu bakka aftur í fortíðina. Labour letur nú illa at samráðingunum við Theresu May um tvørpolitisku neyðsemjuni um Brexit, sum forsetismálaráðharrin nú roynir at gera við Labour. Men Labour letur nú illa at samráðingunum. Eftir at hava tingast í tveir dagar, skrivar Laboyr í yvirlýsing, at May ikki er komin við einum nóg góðum uppskoti til eina nýggja semju. Eitt av krøvunum hjá Labour er, at Stóra Bretland skal verða verandi í tollsamgongu saman við ES, og Labour vónar framvegis, at May fer at koma við einum haldgóðum broytingaruppskoti. May bað hósdagin ES forsetan Donald Tusk um loyvi at útseta freistina fyri nær Bretland skal fara úr ES til 30. juni. Men flestu ES londini hava verið ivasom um hetta, millum annað Frakland og Holland. Tey vilja síggja ítøkiligar broytingar í avtaluni, tá Theresa May leggur fram sína neyðsemju mikudagin í næstu viku. Um ikki kann úrslitið gerast, at Bretland noyðist at fara úr ES uttan eina avtalu tveir dagar seinni. Hvat ger man við ein granna, sum á morgni letur motorinum á tveimum bilum ganga í ein tíma. Hvønn arbeiðsdag á árinum. Summar og vetur. Og hvat skal ein gera, tá makin hevur okkurt koyrandi framíhjá, og ikki er sinnaður til at tosa um trupulleikan. Hesar báðar spurningarnar skuldu tey trý í Also panelinum í morgun, Turið Horn, Bergur Debes Joensen og Petrina Berg á Lag taka støðu til í dagsins sending. Eisini fingu tey eina tvístøðu, sum í dag snúði seg um aktiva deyðshjálp, at taka støðu til, og til seinast sluppu tey at venda sms spurninginum um pápan, sum keypti soninum í Danmark gávur fyri nógvar pengar, men ikki soninum, sum hann býr saman við í Føroyum. Hoyr alla Also sendingina her. Tað er fallið umboðunum fyri javnaðarflokkin í býráðnum á Tvøroyri fyri bróstið, at Tvøroyarar kommuna í dag tók eitt nýtt spælipláss í býnum alment í nýtslu við hátíðarhaldi og røðu frá borgarstjóranum, meðan øll umboðini fyri javnaðarflokkin, sum hevur meirilutan, sótu á landsfundi í Smæruni í Havn. Hóskandi hevði verið, at alt býráðið stóð samlað um íløguna í spæliplássið, heldur Bjarni Hammer, býráðslimur fyri javnaðarflokkin. Í gjár skrivaði javnaðarflokkurin í býráðnum á Tvøroyri á facebook, at tey fóru at seta seg saman at viðgera hátíðarhaldið, sum skuldi vera næsta leygardag, 13. apríl. Men tey vórðu yvirhálað so væl og virðiliga. Kristin Michelsen, borgarstjóri, vísir staðiliga aftur, at politikkur fór í hátíðarhaldið í sambandi við, at spæliplássið varð tikið alment í nýtslu í dag. Sjálvur hevði Kristinh Michelsen, borgarstjóri, valt hátíðarhaldið av spæliplássinum fram um landsfundin hjá javnaðarflokkinum. Umboðini fyri javnaðarflokkinum noyðast at liva sínari raðfesting, sigur hann. Stórur dentur varð lagdur á vælferðina, tá Javnaðarflokkurin hevði landsfund í dag. Í sínari formansrøðu legði Aksel V. Johannesen millum annað dent á, at bústaðarbygging og heilsuverkið skal raðfestast hægri. Hann nýtti eisini høvi, at vísa á tey avrik, sum Javnaðarflokkurin og samgongan hevur framt hetta valskeiðið. Millum annað fingu landsstýrisfólkini herðaklapp fyri teirra arbeiða eitt nú á útbúgvingarøkinum og pensiónsøkinum. Høvið var tó ikki bert nýtt til herðaklapp, men eisini til sjálvseftirmeting, og Aksel V. Johannesen vísti á vánaliga floksstevið, sum hava elvt til stórar trupulleikar, tá hann staðfesti, at í Javnaðarflokkinum standa vit saman, punktum . Tað hoyrdist eisini, at valstríðið spakuliga er byrjað, tá Aksel V. Johannesen greitt segði, at Javnaðarflokkurin ikki fer í samgongu við Fólkjaflokkin eftir valið. Eisini kann sigast, at Aksel V. Johannesen í ávísan mun tók frástøðu til Tjóðveldi, tá tað snýr seg um fullveldiskósina. Aksel V. Johannesen gjørdi í hvussu so er greitt, at Javnaðarflokkurin fer ikki at seta vælferðina í váða fyri fullveldiskósini, og fer ikki at raðfesta loysing framum onnur mál. Eisini vóru fleiri vallyfti givin í røðuni, og millum annað varð stórur lógvabrestur, tá Aksel V. Johannesen segði, at Javnaðarflokkurin er sinnaður at meta um, hvørt arbeiðsvikan kann styttast. Eftir landsfundin skrivar Javnarflokkurin undir yvirskriftini Meðan onnur vilja afturhald, vil Javnaðarflokkurin framhald , at landsfundurin fegnast um tey avrik, sum flokkurin hevur framt í hesum valskeiðnum. Millum annað verður víst á nýskipanirnar innan fiskivinnu, pensiónsøkinum. Tað er einki minni enn eitt bragd. Landsfundurin fegnast eisini um, at virðini í dag verða munandi javnari býtt enn fyri fýra árum síðani. Flokkurin fór til val undir herrópinum Rættvísi og við lyftinum um, at virðini skuldu í hvørt hús. Tað lyftið er hildið , skrivar Javnaðarflokkurin eftir fundin. Aðrir flokkar hava boðað frá, at vinna teir valið, verða rættindi til minnilutabólkar, sum eru vunnin í hesum valskeiðnum, tikin aftur. Tað verður ikki saman við Javnaðarflokkinum . Eisini skrivar landsfundurin, at tað at fara aftur til gomlu fiskivinnunýskipanina, ikki verður við Javnaðarflokkinum. Og hóast stórur dentur varð lagdur á vælferð í formansrøðuni, so ger landsfundurin tað eisini greitt, at Javnaðarflokkurin eftir eitt val ikki tekur undir við ábyrgdarloysum politikki , sum hevur við sær, at fleiri veldugar, almennar íløgur skulu gerast í senn, eins og rakstrarútreiðslur skulu økjast munandi, og inntøkurnar skulu skerjast . Aksel V. Johannesen var gestur í útvarpsstovuni í tíðindunum klokkan 18. Lurtið eftir samrøðuni sum Uni Leitisstein Hansen gjørdi við formannin í Javnaðarflokkinum. Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum, vísur á, at trupulleikin við dupultfunktiónum til fólk undir 67 ár, sum verða rakt av aldurstengdum sjúkum, ikki bert er ein trupulleiki í Suðuroynni, men eisini í restini av landinum. Í gjár var var ein semja gjørd millum landsstýrið og Bú og heimatænastuna í Suðuroynni um eina royndarskipan í tvey ár, har eldraøkið í Suðuroynni skal hava ábyrgdina av teimum, sum eru yngri enn 67 ár, og sum hava aldursrelateraðar sjúkur. Við skipanini fær eldraøkið í Suðuroy 3,2 milliónir krónur. Orsøkin til royndarskipanina er bæði, at pengar vanta í á eldraøkinum í Suðuroy, men eisini, at Almannaverkið hevur havt vánaligar karmar og ov fá tilboð til ávísar borgarar, síðan kommunurnar yvirtóku eldraøkið, og harvið eisini ellisheimini og sambýlini. Edvard Heen vísir á, at fólk undir 67 kunnu fáa sjúkur, sum ofta eru tengdar at aldri, og tá kann tað vera skilagott at brúka hentleikarnar eitt nú á ellisheimum. Hetta er bæði bíligari og gevur betri góðsku, og tí fegnast hann um royndarskipanina í Suðuroynni. Hann vónar tó, at landsstýrið fer at endurskoða skipanina kring alt landið, um tað vísir seg, at skipanin í Suðuroynni riggar væl. Runaway Horses var ein útgáva, har ein royndi at lena seg uppat europeiskum stílum, heldur enn amerikanskum balladum. Kanska var tað grundin til, at útgávan hevði bestu hittlistaúrslitini í Europa. Semingsstovnurin legði um níggju tíðina í gjárkvøldið eitt semingsuppskot fram í sáttmálatrætuni millum Reiðarafelagið og tey trý manningarfeløgini, Fiskimannafelagið, Skipara og Navigatørfelagið og Maskinmeistarafelagið. Hetta er fyrstu ferð, at fleiri nýggir el bilar enn vanligir bensin og diesel bilar eru skrásettir, upplýsa norsku vegmyndugleikarnir. Stjórin í norska áhugafelagnum fyri el bileigarar, Christina Bu, sigur, at tey miða eftir, at í 2025 verða 1,2 milliónir el bilar í Noregi. Vit mugu ásanna, at enn hava ikki allir borgarar í landinum somu møguleikar, hóast teir hava somu rættindi. Hetta mugu vit loysa, stendur í yvirlýsingini. Bara við at bøta um samferðslukervið, eisini til smáplássini, kunnu vit tryggja veruligt samhaldsfesti millum fólk og øki í landinum. Flokkurin sigur, at sum eitt av heimsins ríkastu londum er tað okkara skylda, ikki bara at vera við, men eisini at slóða fyri, tá ið ræður um varandi orku og náttúruvernd. Vit vilja seta munandi størri ferð á skiftið til eitt samfelag, sum burturav dúvar upp á varandi orku, og gongur á odda at verja margfeldið í náttúruni, stendur í yvirlýsingini. Løgregla, rættarskipan og dómsvald skulu yvirtakast, og blokkstuðulin skal niðurlagast, stendur millum annað í yvirlýsingini frá flokstinginum hjá Tjóðveldi. Javnaðarflokkurin sigur í síni samtykt frá landsfundinum í gjár, at í valstríðnum, sum stendur fyri durum, er eitt og hvørt val eisini eitt frával. Aðrir flokkar hava boðað frá, at vinna teir valið, verða rættindi til minnilutabólkar, sum eru vunnin í hesum valskeiðnum, tikin aftur. Tað verður ikki við Javnaðarflokkinum. Aðrir flokkar hava eisini boðað frá, at vinna teir valið, verður nýskipanin av fiskivinnuni tikin aftur, og teir vilja venda aftur til gomlu skipanina. Tað verður ikki saman við Javnaðarflokkinum, stendur í fundarsamtyktini. Javnaðarflokkurin sigur, at í mong ár hevur øll politiska skipanin vitað, at tørvur hevur verið á eini nýskipan innan fiskivinnuna, almannaøkið, pensjónsøkið og heilsuøkið. Eingin samgonga hevur kortini torað at gjørt tað, sum er neyðugt, fyrr enn nú. Og tað er einki minni enn eitt bragd, sigur Javnaðarflokkurin í samtyktini frá landsfundinum í gjár. Fyri vali stóðu Carl Eli Nolsøe Samuelsen, lærari í Eysturskúlanum í Havn, og Jona Højsted, lærari á Skálatrøð í Klaksvík. Umframt tey stillaðu eisini Jákup av Skarði, fyrstilærari í Nólsoy, og Tórhallur við Gil upp, lærari í Skúlanum við Løkin, upp. Av tí at Jacob Eli S. Olsen nú er formaður, er Tórhallur við Gil komin inn fyri hann sum fyrsti varalimur. Annar varalimur er Jákup av Skarði. Harumframt er Andrea á Rípuni í nevndini. Forkvinnan í tingbólkinum hjá Tjóðveldi, Annita á Fríðriksmørk, er gird í brøkur, eftir at stroymingin frá flokstinginum í Hovi í gjár avdúkar, at hon í einum steðgi sigur, at Páll á Reynatúgvu, tingformaður, er ein stórur egoistur og psykopatur . Og tað er í einum steðgi, at Annita á Fríðriksmørk sigur við ein dana, sum hon prátar við, tey lítið penu orðini um floksfelagan, Páll á Reynatúgvu. Danin tosar um eksklusiónsreglurnar , og tey tosa eisini um fólkatingssessirnar, sum Páll á Reynatúgvu hevur lagt uppskot fram um at fáa strikaðar. Annita á Fríðriksmørk sigur í tí sambandinum, at hon heldur seg kenna grundina til, at Páll á Reynatúgvu hevur lagt hetta uppskotið fram. Hann er ein stórur egoistur og psykopatur, sigur Annita á Fríðriksmørk, og sigur eisini, at Páll á Reynatúgvu tolir ikki atfinningar, og at hann hevur strikað tey flestu í tingbólkinum, sum hava tala honum ímóti, sum vinir á facebook. Eg eri skelkaður av tí, sum eg havi fingið endurgivið. Hetta er harður kostur, men eg havi ikki sjálvur hoyrt tað enn. Tí fari eg at vísa til flokkin í fyrsta umfari, sigur hann. Tað gongur sera væl hjá B36, sum eftir fýra umfør í Betri deildini, hevur vunnið allar sínar dystir og liggur ósigrað á fremsta plássi. Í hesum umfarinum vann B36 2 1 á HB í Gundadali. Teir svørtu og hvítu løgdu seg á odda við brotssparki í fyrra hálvleiki, sum Alex Mellemgaard setti í málið. Klæmint A. Olsen og Jann Martin Mortensen skoraðu tvey mál hvør fyri runavíkingar, meðan Andreas Lava Olsen og Adeshina Lawall skutu málini fyri Víking. Gestirnir løgdu seg á odda við máli, sum Simen Sandmæl skoraði í fimta minutti. Patrik Johannesen økti til 0 2, tá 25 minuttir vóru farnir, og fimm minuttir seinni setti Jóannes Bjartalíð bóltin í málið til hálvleiksstøðuna 0 3. ÍF kom veruliga inn aftur í dystin í seinna hálvleiki, tá Dánjal á Lakjuni fyrst minkaði um munin til 1 3 eitt korter inn í seinna hálvleik, og síðani Dánjal Pauli Højgaard skoraði til 2 3, tá sjey minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini. Skála helt áfram við góðu gongdini. Skálamenn vunnu 0 1, og hava teir nú vunnið tríggjar dystir á rað, síðan 0 1 tapi fyri B36 í fyrsta umfari. Teir tríggir sigrarnir geva Skála níggju stig, og tað hevur við sær, at Skála er á øðrum plássi í Betrideildini. LIÐ STIG 1.B36 12 2.Skála 9 3.KÍ 8 4.NSÍ 7 5.TB 7 6.HB 5 7.Víkingur 4 8.AB 3 9.ÍF 1 10.EB Streymur 0 Spurd, um hon kann halda fram sum forkvinna í tingbólkinum hjá Tjóðveldi eftir hetta, svarar hon, at tað er ikki viðgjørt í flokkinum enn. Semingsstovnurin legði um níggju tíðina leygarkvøldið eitt semingsuppskot fyri Reiðarafelagið og tey trý manningarfeløgini, Fiskimannafelagið, Skipara og Navigatørfelagið og Maskinmeistarafelagið. Ein fimtingur er parkeringsóhapp, 30 40 óhapp eru, sum hava fólkaskaða við sær, og rúsdrekka er atvoldin til millum 15 og 30 av ferðsluóhappunum, sambært Landsverki, sum á ársfundi í Ráðnum fyri Ferðslutrygd legði tølini fram. Teir tríggir fara at umrøða samstarvið í ríkisfelagsskapinum og evni av felags áhuga, sæst í tíðindaskrivi frá løgmansskrivstovuni. Tingbólkurin hjá Tjóðveldi fer at hava fund støðuna, sum hevur tikið seg upp eftir útsagnirnar hjá Annitu á Fríðriksmørk um floksfelagan og tingformannin, Páll á Reynatúgvu. Men enn er ikki greitt, nær fundurin verður. Annita á Fríðriksmørk, sum er forkvinna í tingbólkinum hjá Tjóðveldi, sigur, at tingbólkurin fer at hava fund Annita á Fríðiksmørk veit kortini ikki í løtuni nær tingbólkurin hevur fund, hon fer at kanna, nær tað liggur fyri hjá tingfólki. Tað, sum hugtekur meg mest við holukaving, er, at eg sleppi at uppliva støð, har eingin fólk ella djór hava verið fyrr, sigur Rannva Tórfríð Jørmundsson. Vit hava gjørt serstakar brævbjálvar, har frítíðarfiskarar kunnu senda okkum upplýsingar um sjósílini, teir fáa. Eitt nú vilja vit fegin vita um serliga longdina á sjósílunum og fáa eitt petti av roðsluni, sigur Kirstin Eliasen. Hon starvast sum granskari á Fiskaaling og er verkætlanarleiðari í sambandi við kanningina av føroyska sjósílastovninum. Roðslan kann lesast á sama hátt sum eitt nú nytrur í fiski og árringar í trøðum, og tí kunnu vit avlesa nógv ymiskt við at kanna roðsluna á sjósílunum, greiðir Kirstin Eliasen frá. Eingin freist er at senda inn brævbjálvarnar, tí talan er um eina verkætlan, sum fer at vera í nøkur ár. Og einaferð um árið fara tey á Fiskaaling at kasta lut millum øll tey, ið hava sent inn brævbjálvar. Vinnarin fær 10.000 skattafríar krónur. Danska myndlistakvinnan, Julie Sass er útbúgvin úr New York og Keypmannahavn. Í hesum døgum hevur hon fyrstu solomyndlistaframsýning sína í Steinprenti við heitinum, Black Fog Rising. Framsýningin er sett saman av heliografium, tekningum, málningum, steinprentum, stórum seymaðum verki og ljósinstallatión, umframt listabók, hon hevur skapað í Steinprenti tríggjar vikur upp til framsýningina við heitinum, Black Fog Rising. Hóast hetta er fyrsta soloframsýning hennara, er samstarvið við grafiska verkstaðin, Steinprent ikki nýtt. Samstarvið byrjaði nevniliga í 2013 við stóru verkætlanini, Grafisk Sambond, ið varpaði ljós á grafiska nýskapan. Síðan hevur Julie arbeitt fleiri ferðir í Steinprenti, og hevur m.a skapað tvær listabøkur á verkstaðnum, Volume Rythm Matter dialogues frá 2017 og Lemon Mood frá 2018, ið báðar eru umboðaðar í savninum hjá Metropolitan Museum of Art. Tað sigur, at skal tað seta eina serstaka heimild í rættargangslógina, sum heimilar, at føroysk løgfrøðiútbúgving verður síðusett við danska kandidatútbúgving, er fyritreytin, at donsku undirvísingar og granskingarmyndugleikarnir góðkenna føroysku útbúgvingina. Danska myndlistakvinnan, Julie Sass er útbúgvin úr New York og Keypmannahavn. Í hesum døgum hevur hon fyrstu solomyndlistaframsýning sína í Steinprenti við heitinum, Black Fog Rising. Framsýningin er sett saman av heliografium, tekningum, málningum, steinprentum, stórum seymaðum verki og ljósinstallatión. Hóast hetta er fyrsta soloframsýning hennara, er samstarvið við grafiska verkstaðin, Steinprent ikki nýtt. Samstarvið byrjaði nevniliga í 2013 við stóru verkætlanini, Grafisk Sambond, ið varpaði ljós á grafiska nýskapan. Síðan hevur Julie arbeitt fleiri ferðir í Steinprenti, og hevur m.a skapað tvær listabøkur á verkstaðnum, Volume Rythm Matter dialogues frá 2017 og Lemon Mood frá 2018, ið báðar eru umboðaðar í savninum hjá Metropolitan Museum of Art. Í samband við framsýningina, lat Julie triðu listabókina úr hondum við heitinum, Black Fog Rising. Andrias Høgenni hevur gjørt film, síðani hann var 16 ár. Sum 30 ára gamal í dag telist hann millum mest virknu og vælumtóktu filmsleikstjórunum vit hava í Føroyum. Andrias hevur vunnið filmsvirðislønina Geytin ikki færri enn tríggjar ferðir, seinastu ferð í ár við filminum Ikki illa meint , og so hevur hann eisini móttikið Viriðsløn til ungt listarfólk frá mentamálaráðnum í 2015. Hóast hann býr í Odense, har hann júst hevur tikið endaligt prógv frá filmsskúlanum Super 16 , so vendur hann støðugt heim aftur til klettarnar at siga frá teimum mongu skeivu, døkku og stuttligu søgunum, sum vit hava her heima. Næsta verkæltanin hansara er fyrsti spælifilmurin. Jasmin Mote er fødd í 1998. Hon er uppvaksin í Vestmanna, men flutti sum 13 ára gomul til Havnar við familju síni. Í Havn byrjaði hon at syngja og spæla tónleik. Tónleikurin gjørdist ein áhugi, hon síðan hevur fylgt og ment seg í. Terji Rasmussen er útbúgvin námsfrøðingur, men serliga kenna vit hann frá føroyska tónleikaheiminum. Hann er uppvaksin í Havn, men flutti í 2002 til Nólsoyar, har hann í 2015 lat upp spælistaðið Maggies saman við konu síni í kjallaranum á sethúsum teirra í Nólsoy. Síðan staðið lat upp, hava óteljandi konsertir verið í Maggies, og Terji hevur tikið upp konsertirnar bæði sum ljóð og mynd, og fyri hetta skajalfestingararbeiði, umframt spælistaðið Maggies, fekk hann FMA virðislønina fyri Ársins átak. Í Snipp snapp eru teknifilmar, ið eru ætlaðir smáum børnum. Snipp snapp er hvørt mikukvøld og verður endursent hósdag og um vikuskiftið. Mona Wang, Vivi Wang, Selmar Nielsen, Brandur H. í Funningsstovu, Elsa Berg, Steingrímur B. Funding, Trygvi Danielsen, Símun Mellemgaard, Bogi Jacobsen, Sára Sondum Ferjan Galaxy , sum stjórin á Strandferðsluni mælir til at keypa sum avloysaraskip, og sum eisini skal sigla til Skotlands, er eitt gamalt skip, og tí er stórur vandi fyri, at neyðugt verður við nógvum umvælingum. Samrøðan var í einum steðgi á flokstinginum hjá flokkinum í Hovi leygardagin. Hon skuldi vera privat, men bleiv stroymd út til almenningin. Ábyrgdarblaðstjórin skal millum annað menna tilfarið í blaðnum, samskipa fríyrkistilfar og hevur ábyrgd av at veita tilfar til netmiðilin, Dimma.fo. Ein av fyrstu uppgávunum hjá stjóranum verður at skipa redaktionella partin á stovninum. Nú verða umsóknirnar nærlisnar, og síðan verða setanarsamrøður. Fleiri fyrispurningar vóru um starvið, og Kenneth Skovbo Bærendsen fegnast um, at so stórur áhugi er fyri tíðindamiðlinum. Starvið verður sett sum skjótast. Løgtingið fer í dag at hava triðju viðgerð av uppskotinum um at seta á stovn eina námshjálparfólkaútbúgving. Útbúgvingin skal vera í Heilsuskúlanum í Hovi. Við hesi útbúgving fáa ófaklærd hjálparfólk og onnur møguleika at førleikamenna seg og taka eina útbúgving innan námsfrøðiliga fakøkið, verður sagt í viðmerkingum til uppskotið. Uppskotið var til aðru viðgerð 4. apríl og varð tá samtykt við 28 atkvøðum fyri og ongari ímóti. Sostatt er triðja og seinasta viðgerð av uppskotinum í dag. Tí sigldi trolbáturin Olga Maria á land undir Húsaeið í Kalsoynni um náttina 4. apríl i fjør. Sjóvinnustýrið hevur gjørt frágreiðing um óhappið. Eingin mannskaði stóðst av óhappinum. Skipið fekk onkran smávegis skaða á lúnningina, og skrúvudýsan fekk eisini skaða. Skipið slapp sjálvt av aftur. Fýra mans vóru við Olgu Mariu. Eftir at hava avreitt í Leirvík sigldi Olga Maria til Havnar, har skipið fór á beding. Tann, sum stýrdi, hevur greitt Sjóvinnustýrinum frá, at hann hevði arbeitt í hálvtannað samdøgur út i eitt, meðan teir fyltu skipið. Brúgvarvaktaralarmurin var ikki virkin, tá óhappið hendi. Hann eigur at boða frá, um tann, sum stendur við róðrið, til dømis durvar. Tey duga at spæla tónleik sum Mozart, tekna sum Rembrandt og onnur hava gott myndaminni. Kortini hava fólk við autismu ofta ilt við at fáa arbeiði, og tey fáa sjáldan viðurkenning fyri tað, tey duga. Í trimum nýggjum sendingum verður hildið fram við at fylgja Louise og nøkrum av teimum, sum vóru við seinast. Og onnur eru eisini við. Millum annað á Danfoss hava tey fingið eyguni upp fyri potentialinum í autistiskum starvsfólkum. Hvar skalt tú fara, tá tú ert ófaklærd, missir arbeiðið og býrt í Thy 120 arbeiðarar í hoyritólsverksmiðjuni Oticon fáa boð um, at verksmiðjan í býnum skal lata aftur og flyta til Polen. Um stríð í hálvtannað ár, meðan tær royna at finna eina framtíð á arbeiðsmarknaðinum, sum fær minni og minni brúk fyri ófaklærdum, og Thy er illa fyri við arbeiðsplássum til ófaklærd, tí fleiri hava latið aftur. Millum førleikarnar, ið væntað verður, at leiðarin hevur, er, at duga at undirvísa og leggja undirvísing til rættis fyri onnur, umframt innlit í landbúnað, matgerð ella aðra gagnnýtslu av náttúru og vøkstri. Tað hevur Vinnunevndin hjá løgtinginum fingið at vita í dag frá grannskoðanarvirkinum Januar. Virkið sigur, at lógaruppskotið byggir á greining, sum Januar gjørdi fyri árini 2013 til 2017. Hendan roknskapargreiningin er brúkt sum grundarlag undir lógaruppskotinum. Men hon hann ikki brúkast til hetta, sigur Januar í brævi til Vinnunevndina. Januar biður um fund við Vinnunevndina. Januar sigur, at virkið bleiv heldur ikki spurt, um roknskapargreiningin kundi brúkast. Hetta er átaluvert, sigur Januar. Sum støðan er í Turkalandi, gjørdi Havsbrún av at taka mjølið heim aftur. Sambært fríhandilssáttmálanum er eingin tollur á fiskamjøli í Turkalandi. Rithøvundurin Anna Wahlgren átti níggju børn og gjørdist eitt slag av supermammu í Svøríki við Barnaboken, sum kom í 1983. Hon hevur sum persónur vakt bæði undran og øsing. Filmurin er í tveimum pørtum. Fyrisk. Kristina Hedberg. Páll á Reynatúgvu letur tað vera upp til leiðsluna í Tjóðveldi at taka støðu til, hvat skal henda, eftir útsagnirnar hjá Annitu á Fríðriksmørk um Páll á Reynatúgvu. Eg havi verið limur í Tjóðveldi í skjótt 34 ár, og havi verið í politikki í yvir 20 ár, so eg havi upplivað eitt sindur av hvørjum. Hetta er í roynd og veru einki øðrvísi enn so nógv annað. Eg eri seinastu dagarnar ofta spurdur, um eg góðtaki umberingina hjá Annitu. Eg havi arbeitt saman við Annitu í nógv ár, og sjálvandi góðtaki eg sum menniskja umberingina. Men samstundis leggur Páll á Reynatúgvu ábyrgdina yvir á leiðsluna í Tjóðveldi at gera av, hvat ella um nakað skal henda. Tí Páll á Reynatúgvu skrivar Hetta er ikki eitt mál millum meg og Annitu, men eitt mál millum tingbólkaformannin og floksleiðsluna í Tjóðveldi. Hvat kann floksleiðslan liva við Eg havi sjálvur takkað nei til at vera við í viðgerðini av málinum innanfloks, bæði tí eg meti meg vera ógegnigan, og tí eg ikki meti hetta vera eitt mál, ið skal viðgerast í tingbólkinum, men í floksleiðsluni. Men fjølmiðlar fáa ikki nakra viðmerking frá Høgna Hoydal, formanni í Tjóðveldi, um málið. Í gjár vildi Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, ikki gera viðmerkingar til málið. Og í dag vendir Høgni Hoydal ikki aftur, hóast Kringvarpið fleiri ferðir í morgun og fyrrapartin hevur roynt at fingið eina viðmerking frá formanninum í Tjóðveldi um støðuna. Best kendur er hann helst úr Harkaliðnum, men umframt pláturnar hjá teimum læt hann eisini frá sær fleiri aðrar plátu og bandupptøkur. Meginparturin er tikið upp í donskum upptøkuhølum. Jógvan skrivaði hópin av løgum, og í fleiri førum eisini tekstir til nógvar av sangunum á sínum útgávum. Talan er um gamlar plátur og bond, sum fáur spælir longur. Yngra fólkið kennir lítið til henda sangskattin, tí at kalla einki av tónleikinum er alment atkomiligt á dagsins miðlapallum. Jógvan Telling var fjølbroytt tónaskald og hevði eitt melodiskt tev sum fáur annar. Í hesari sendingini fara vit at banka dustið uttan av Telling sangkistuni. Í summar eru 30 ár liðin síðani oyggjaleikirnir vóru í Føroyum. Hetta er størsta ítróttastevna, sum Føroyar hava hýst. 800 ítróttarfólk úr fimtan oyggjasamfeløgum kappaðust á triðju leikunum í Føroyum í 1989. Var øðrvísi atborið, kundu leikirnir verið hildnir í Føroyum í summar, men nú er líkt til, at 10 ár kunnu ganga, áðrenn vit aftur vera vertir fyri teimum. Í sendingini hitta vit John Kjær, sum var føroyska umboðið í oyggjaleikasamtøkuni IGA frá byrjan. Eitt skifti var hann forseti í IGA. Hann stjórnaði eisini fyrireikingunum til leikirnar í Føroyum í 1989, og er enn við í royndunum at fáa leikirnar aftur higar. Í sendingini hoyra vit eisini fleiri ljóðbrot frá kappingunum í Føroyum fyri 30 árum síðani. Við 3. viðgerð samtykti tingið eisini einmælt eitt broytingaruppskot frá einari samdari mentanarnevnd um, at kravið fyri at søkja inn á útbúgvingina er arbeiðroyndir í eitt ár. Í upprunaliga uppskotinum var kravið í minsta lagi tvey ára arbeiðsroyndir, ella viðkomandi útbúgving. Hinvegin feldi løgtingið eitt broytingaruppskot um, at útbúgvingin ikki skal setast í verk fyrr enn 1. januar í 2020. Bill Justinussen, Joen Magnus Rasmussen, Jógvan á Lakjuni og Jákup Mikkelsen, søgdu í viðmerkingunum til broytingaruppskotið, at Hjálparfólkafelagið hevur víst á, at uppskotið er ikki nóg væl fyrireikað, og felagið skjýtur tí upp at útseta ætlanina og at fyrireika uppskotið betur. Uppskotssetararnir skutu upp at útseta gildiskomuna til 1. januar 2020, so politiski myndugleikin fær betri stundir at gera gera rættingar til uppskotið í samráð við viðkomandi partar, áðrenn útbúgvingin verður sett í verk. Broytingaruppskotið fall. Átta atkvøður vóru fyri og 21 ímóti. Námshjálparaútbúgvingin verður á Heilsuskúlanum í Hovi, og ætlanin er at taka næmingar inn í heyst. Útbúgvingin er partur av semjuni frá 14. januar í 2018 millum Fíggjarmálaráðið og Pedagogfelagið um at heita á landsstýrisfólkið í mentamálum um at skipa eina útbúgving til hjálparfólk. Landsstýrismaðurin í fiskivinnu , veiði og landbúnaðarmálum, Nikkulaat Jeremiassen í Siumut, hevur lagt frá sær. Tað boðaði Kim Kielsen, landsstýrisformaður, frá í landstinginum í dag. At Attusut tekur seg úr landsstyrinum, ber í sær, at landsstýrismaðurin í vinnu og orkumálum, Aqqalu Jerimiassen, og landsstýrismaðurin í náttúru og umhvørvismálum, Siverth K. Heilmann, eisini leggja frá sær. Í gjár boðaðu Demokratarnir, sum er stuðulsflokkur hjá landsstýrissamgonguni, frá, at teir høvdu ikki álit á Nikkulaat Jeremiassen og Aqqalu Jerimiassen, sum hevur sagt í samrøðu við sermitsiaq.ag, at hann heldur ikki, at veðurlagsbroytingarnar eru elvdar av mannaávum. Hann er eisini misnøgdur um, at Kim Kielsen kunngjørdi, at Attasut fer úr landsstýrinum, tí flokkurin hevði ikki ætlað at fara úr landsstýrinum fyrr enn í morgin, og at flokkurin sjálvur átti at boðað frá tí. Í allarseinastu sekundunum fekk føroyska liðið horna, sum var sent væl innfyri. Inn í øllum trunkanum fekk Birita Bergsdóttir Nielsen fótin á bóltin, og so var 1 1. Dómarin góðkendi málið, og so bleiv floytað av. Sprongt og borað varð inni í fjallinum, sum varð útbygt til eina herstøð við radarum og øðrum, sum vóru týdningarmikil partur í samskiftinum hjá NATO londunum og ein partur av ávaringarskipanini hjá vesturheiminum undir kalda krígnum. Ein teirra var Niels Boje Christensen, seniorsersjantur. Vit fóru við Boje aftur til Sornfelli, har hann hevði sína gongd í 40 ár. Vit hava ongantíð veruliga greitt mótmælt, at ein hernaðarútbygging er farin fram. Tað er myta, at ein meirluti hevur verið ímóti NATO tað passar yvirhøvur ikki. Føroyar vóru ein týðandi partur í Nato, og høvdu stóran strategiskan týdning í kalda krígnum. Nú er týdningurin minkaður, tí geopolitiska sentrið hevur flutt seg. Kortini vísir tað seg, at áhugin fyri Arktis økist, og tí kunnu Føroyar aftur fáa størri týdning, sigur hann. Hósdagin 4. apríl vóru 70 ár liðin, síðani NATO varð sett á stovn, og í dagsins TemaTýsdegi lýsa vit NATO í bæði altjóða og føroyskum høpi. Í orðum og brotum lýsa vit tilgongdina og søguna hjá NATO. 60 ár eru síðani NATO kom til Føroya. Og í orðum og brotum minnast vit eisini hesa hending. Saman við Sámali Tróndi Finnson Johansen, søgufrøðingi, lýsa vit Føroyar í Kalda krígnum. Og saman við Niels Boje Christensen vitja vit inni í tí einaferð so loyniliga Sornfelli. Fyrst í seinra tímanum fara vit til verjupolitikk i Føroyum í dag. Vit hava tosað við Poul Michelsen, landsstýrismann í uttanríkismálum, um NATO og verju og hernaðarpolitikk í Føroyum sum heild. Og honum á baki verður beinleiðis politiskt orðaskifti um NATO millum forkvinnuna og næstformannin í løgtingsins uttanríkisnevnd, ið eru ávíkavist Annita á Fríðriksmørk og Kaj Leo Holm Johannesen. Tú kanst hoyra sendingina her Føroyskir mynduleikar hava í nógv ár arbeitt við at fáa betri samstarv í lag við danskar mynduleikar um verju og hernaðarmál. Eitt týðandi stig, varð sambært Poul Michelsen, landsstýrismanni í uttanríkismálum, tikið í 2005, tá Fámjinsskalið var undirskrivað. Hetta álegði donskum mynduleikum um at kunna føroyskar mynduleikar um verjmál, og at taka føroyskar mynduleikar við uppá ráð, tá avegerðir um verju og hernaðarmál skulu takast, sum hava við Føroyar at gera. Men danskir mynduleikar hava í roynd og veru ongantíð virt hesa avtaluna, heldur landsstýrismaðurin. Poul Michelsen vísur á, at Føroyar verða lítið og onki kunnaðar um verju og hernaðarvirksemið, sum gongur fyri seg í føroyskum sjóøki og loftrúmi, og Føroyar hava somuleiðis ov lítla ávirkan á verjumál. Eitt dømi um hetta, var ein hending í juni í fjør, tá fremmand herskip komu inn í føroyskt sjóøki. Uttanríkis og vinnumálaráðið helt fyrst, at talan varð um eina hervenjing. Men ráðið bað síðani um eina frágreiðing um hendingina frá donsku verjuni, og hon staðfesti, at talan ikki var um eina venjing, men okkurt meira álvarsamt. Eftir hendingina tók landsstýrið í heyst aftur samband við danskar mynduleikar fyri at fáa betri kunning og samstarv um verjumál. Tá kravdi Uttanríkis og vinnumálaráðið millum annað at fáa eitt slag av trygdarrúmi til kunning og samstarv eisini um loynligar upplýsingar. Ongin avtala er tí enn fingin í lag. Virksemið hjá donsku verjuni minkað nógv í Føroyum Danska hervaldið og NATO hava fyrr havt nógv virksemi í Føroyum, men hetta er nú minkað sera nógv. Radarin hjá NATO á Sornfelli varð sløktur í 2007, og danska verjan fór úr Mjørkadali í 2011. Síðani eru eisini kommandørhúsini yvir við strond eisini seld. Arktisk kommando hevur nú høvuðssæti í Nuuk í Grønlandi, men kommandoin hevur tó framvegis eina lítla deild í Føroyum eitt sonevnt forbindelsesled við seks starvsfólkum, sum eisini hevur møguleika fyri at boðsenda tiltaksfólk. Deildin heldur til í sama bygningi sum føroyska MRCC á tinghúsvegi í Havn, og hon hevur sum heild sum uppgávu at hava eftirlit í føroyskum sjóøki og at verja tað. Eisini hevur hon kunning og samskifti við føroyskar mynduleikar um hendi. Hesar uppgávur fremur deildin í samstarvi við skipum hjá donsku sjóverjuni, og flogførum ella tyrlum hjá danska flogherinum. Vanliga er eitt skip í sonevnda Thetis klassanum í føroyskum sjóøki, og ger danski herurin eftirlitsflúgvingar í Føroyuskum loftrúmi, er tað við flogførum úr Aalborg ella Grønlandi. Danska verjan hevur sostatt ongin flogfør standandi í Føroyum. Virksemi hjá donsku verjuni í Føroyum, tá talan er um starvsfólk, er sostatt minkað sera nógv, og verjan hevur lutfalsliga lítlan týdning í Føroyum heldur Poul Michelsen. Niðara loftrúmið, snýr seg um eftirlit og umsiting av inn og útflúgvingum til Føroyar. Hetta økið umsita føroyingar úr Vágum. Men danska felagið Naviair, sum hevur umsitið narkar tænastur, umsitur framvegis radaran á Sornfellið, og í løtuni samráðist landsstýrið við Naviair um at yvirtaka radaran. Landsstýrið arbeiðir eisini við at yvirtaka ovara loftrúmið. Higartil hava Danmark og Ísland umsitið og havt eftirlit við ovara luftrúminum, har stór millumlanda flogfør flúgva. Og Ísland og Danmark fáa sostatt bæði tær upplýsingar og pengar, sum hetta arbeiði hevur við sær. Tala er um yvir 100 milliónir um árið. Føroyskir mynduleikar samráðast við ICAO, altjóða loftferðslufelagsskapin, sum umsitur loftrúmini í heiminum, um at yvirtaka ovara loftrúmið. Men tað er tó eitt drúgt arbeiði, sigur Poul Michelsen, millum annað tí at Føroyar ikki verður fata sum eitt sjálvstøðugt land av ICAO, men partur av Danmark. Rógvi hevur stríðst við tungar tankar og kenslur, síðani hann var heilt ungur. Hann royndi fleiri ferðir at taka lívið av sær, áðrenn hann fekk røttu hjálpina, sum varð byrjanin til, at hann fann leiðina aftur til lívið. Jákup B. og onnur fiskiskip noyddust í juni í fjør at flyta seg undan einari hernaðarligari orrustu í føroyskum sjóøki. Herskip skutu við skørpum, tosað varð á amerikonskum og fronskum, og hvørki Vørn ella Arktisk Kommando vistu nakað um tilburðin. Nú váttar Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkismálum, at talan var um eina álvarsligari hending enn føroyskir myndugleikar hava havt varhugan av. Landsstýrismaðurin í uttanríkismálum finst hvassliga at donskum myndugleikum fyri ikki at kunna nóg væl um, hvat hernaðarlig virksemi er í føroyskum sjógvi. Tað kennist sum at vera gestur í egnum heimi, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkismálum. Í morgun var hol sett á eina sonevnda lyklaseremoni á Elektron. Hetta er liður í Talgilda Samleikanum, ið er eitt av høvuðsátøkunum í Talgildu Føroyum Rolf Herup Olsen, verkætlanarleiðari á Talgilda Samleikanum, og Janus Læarsson, KT arkitektur í Talgildu Føroyum, greiða frá, at 30 fólk eru við í tilgongdini, ið fevnir um tveir arbeiðsdagar. Tey verða læst í einum tryggum rúmi hesa tíðina og hava bara loyvi at hava pappír og penn upp i á sær. Ongar telefonir ella teldur verða loyvdar. Talgildi Samleikin er eitt av høvuðsátøkunum í Talgildu Føroyum, og tá hann er klárur, fer tað at gera gerandisdagin hjá vanliga føroyinginum meira einfaldan, siga Rolf Herup og Janus Læarsson. Nú er føroyska klædnafyritøkan Guðrun og Guðrun í uppskoti at fáa virðisløn fyri at arbeiða burðardygt og gera kvinnuverkætlanir úti í heimi uttan at talan er um neyðhjálp. Tað er mótablaðið Elle í Danmark, sum hevur tilnevnt Guðrun og Guðrun til at vera í uppskoti sum ársins CSR fyritøka, sum tað nevnist. Eg síggi tað sum eitt stórt herðaklapp bara at vera tilnevnd, sigur Guðrun Rógvadóttir, ið eigur og rekur fyritøkuna saman við Guðrun Ludvig. Líka síðani vit byrjaðu fyritøkuna í 2002, og langt áðrenn tað bleiv modernað, hava vit arbeitt burðardygt bæði við at gagnnýta føroyska ull og skinn og aðrar nátúrligar rávørur. Harafturat fóru vit rættiliga skjótt undir at gera kvinnuverkætlanir í eitt nú Jordan í sambandi við framleiðsluna av okkara vørum. So hetta við at arbeiða í sokallaði Corporate Social Responsibility andanum, tað er nakað, vit hava gjørt frá fyrsta degi av, sigur Guðrun Rógvadóttir. Í morgunsendingini fortaldi hon um týdningin av at vera í uppskoti til serligu virðislønina, og hvussu fyritøkan leggur seg eftir at gera burðardygt arbeiði. Tað verður tann 10. mei, at vinnarin av eitt nú CSR virðislønin verður kunngjørdur, og hetta verður á Elle Style Awards í Danmark. Fíggjarmálaráðið sigur, at tað verður ikki góðtikið, at landsstýrið ikki fyrr enn í februar fær at vita, at meirnýtsla er á Landssjúkrahúsinum. Heilsu og innlendismálaráðið hevur tí tikið stig til at styrkja fíggjarstýringina í heilsuverkinum fyri at tryggja, at meirnýtslan ikki endurtekur seg. Talan er um eina royndarverkætlan, sum við vegleiðing og tilboðum um kost og rørslu millum annað skal betra heilsuna hjá føroyingum. Ætlanin er at gera verkætlana saman við einari ella fleiri kommunum, sum vilja, at fólk í kommununi hava møguleika at vera vera við. Hetta samsvarar við, sigur landsstýrið, at WHO, alheims heilsustovnurin, sigur, at 70 prosent av vaksandi tørvinum á tænastum frá heilsuverkum kring heimin skyldast lívsstílssjúkum. Nevndin, sum varð sett at endurskoða lógina um løn og eftirløn hjá tingfólkum, hevur nú gjørt eitt ískoytistilmæli um fráfaringarlønina hjá varafólki. Grein 25 nevndin hjá løgtinginum, sum viðger løn og eftirløn hjá tingfólkum, ivaðist í fráfaringarlønini hjá nøkrum varafólkum í løgtinginum. Grein 25 nevndin spurdi, hví varafólk, sum eru í tinginum fyri tey, sum fara í landsstýrið, men síðani koma aftur í løgtingið, uttan at val hevur verið, ikki fáa fráfaringarsamsýning. Ískoytistilmælið, sum grein 25 nevndin fekk í gjár, er, at varafólk, sum hevur verið í løgtinginum í meira enn tríggjar mánaðir og seinastu 30 dagarnar fyri val, fær fráfaringarløn, verður tað ikki afturvalt. Varafólk, sum eru í løgtinginum fyri landsstýrisfólk, fær fráfaringarløn eftir ávísum reglum, sum lønarnevndin eisini hevur uppskot um. Ískoytistilmælið, sum grein 25 nevndin fekk í gjár, er harafturat um, at varafólk, sum hevur verið í løgtinginum í meira enn tríggjar mánaðir og seinastu 30 dagarnar fyri val, fær fráfaringarløn, verður tað ikki afturvalt. Hóast samgongan í Fíggjarnevndini hjá løgtinginum ásannar, at Landsverk hevur brúk fyri pengum at viðlíkahalda vegir og berghol, taka Ruth Vang, Pauli Trond Petersen og Helena Dam á Neystabø ikki undir við Miðflokkinum, sum mælir til at játta í mesta lagi 200 milliónir krónur til viðlíkahald næstu tíggju árini. Men tey halda, at um pengar skulu latast til størri viðlíkahald í fíggjarlógini fyri 2019, má umraðfestast soleiðis, at peningurin verður funnin á øðrum játtanum. Tí kann uppskotið hjá Miðflokkinum ikki standa einsamalt, men eigur at vera viðgjørt í uppskoti um eykajáttan frá landsstýrinum, har pengarnir eru funnir innan fyri verandi fíggjarkarmar, sigur samgongan í Fíggjarnevndini. Meirilutin í Fíggjarnevndini, Bárður á Steig Nielsen, Jacob Vestergaard, Kristin Michelsen og Bill Justinussen, mælir løgtinginum til at samtykkja uppskotið. Uttanlandsnevndin hevur skrivað álit um uppskotið hjá landsstýrismanninum í uttanríkismálum um at yvirtaka heimildirnar at taka avgerðir í teimum málum, sum hava størst týdning fyri útlendingar í Føroyum. Eisini er semja við donsku myndugleikarnar um, at tíðaróavmarkað uppihald í Føroyum í framtíðini kann krevja, at útlendingur hevur eitt málsligt tilknýti til Føroyar, ella eitt tilknýti, sum á annan hátt er viðkomandi fyri integrasjónina í Føroyum. Jákup Mikkelsen og Magni Laksáfoss taka støðu í tingsalinum, og Kaj Leo Holm Johannesen heldur, at pengarnir, sum fara til yvirtøkuna, heldur skulu brúkast í Heilsuverkinum. Men rættargangslógin, sum er galdandi í Føroyum, sigur, at fyri at kunna arbeiða sum advokatur ella dómari í Føroyum krevst danskt prógv. Danska løgmálaráðið er sinnað at broyta rættargangslógina, tá føroyska løgfrøðiútbúgvingin er góðkend í Danmark, sigur Løgmansskrivstovan. Málið er eisini komið í Løgtingið. Helgi Abrahamsen hevur spurt Honnu Jensen, landsstýriskvinnu, hvørji rættindi føroyska løgfrøðiútbúgvingin gevur. Upptøkur, sum KVF hevur tikið upp í ymsum samkomuhúsum hjá Brøðrasamkomuni eru her. Nú fáa føroyingar høvi at koyra í sporunum hjá Danny og Sandy og royna hetta serliga og fyri okkum her á landi fullkomilga fremmanda fyribrigd. Í døgunum 26. og 27. verður høvi at fara í drive in bio í Søldarfirði av øllum støðum, kundi ein sagt og síggja millum annað Greace. Umframt Greace, sum verður vístur fríggjakvøldið 26. apríl, so verður eisini Queen filmurin, Bohemian Rapshody, vístur leygarkvøldið 27. Fyrsti stjórin fyri alt sjúkrahúsverkið stakk herfyri í sekkin eftir bara gott ár, tí samskiftið millum sjúkrahúsverkið og Heilsumálaráðið var so vánaligt. Nú koma atfinningarnar innanífrá um, at yvirskipaða leiðslan av sjúkrahúsverkinum hvørki er greið ella nóg vitborin, og fyrrverandi varastjórin, Johan Jansson lýsir rætt og slætt manglandi yvirskipaðu stýringina sum eina black box . Gamaní er ein játtan, men har eru ongi útgreinandi krøv yvirhøvur. Eingi heilsubúskaparlig aspekt, ongar ávísar bíleggingar innan medisin, psykiatri ella skurðviðgerðir, og har er eingin, sum vigar, hvat riggar, og hvat ikki riggar. Starvsfólkini eru sera eldhugað og dugnalig, men sjálvt virksemið er av hesum sama eitt sindur sum best ber til. Her manglar ein stovnur, sum er førur fyri at gera raðfestingar og stýra heilsufakliga strategiskt, sigur hann. Pál Weihe, fyrrverandi læknastjóri og formaður í Lækknafelagnum hevur leingi strongt á at fáa ein stovn inn ímillum politisku leiðsluna og embætisverkið í Heilsumálaráðnum øðrumegin og heilsuverkið hinumegin. Vit eiga at gera eitt heilsustjóraembæti ella eitt heilsustýri í Føroyum, sum bæði skal hava ábrgdina av rakstrinum av øllum eindum í heilsuverkinum, og sum eisini hevur ábyrgd av tí strategiska greiningararbeiðinum, Heilsufakini mennast skjótt og støðugt, og tí er neyðugt at hava eitt embætið, sum hevur førleika at fylgja við, greina og granska og seta út í korti, sigur hann. Tá man arbeiðir á gólvinum er ofta ilt at skilja, hví hesir umsitingarligu trupulleikarnir eru. Men tá man hoyrir, hvat Johan Jansson sigur, so er tað okkurt, sum fellur uppá pláss, sigur Shahin Gaini, sum sjálvur fílist á, hvussu ótrúliga óneyvt krøvini eru orðað um, hvat starvsfólkini í heilsuverkinum skulu gera og levera. Fyri Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, er tað eitt stórt framstig bara at kunna tosa um eitt felags heilsuverk, har politiska skipanin til fyri kortum brúkti nógva orku til at tosa um tey einstøku sjúkrahúsini. Hon tekur undir við og skilir partar av atfinningunum frá yvirlæknunum. Eg dugi væl at síggja, at eitt millumlið manglar, sum skal vera eitt slag av mini heilsustýri ella ein fólkaheilsumyndugleiki, sum kann geva politikarunum ráð at leggja strategiskar ætlanir, og sum eisini kann hjálpa okkum at hugsa nøkur ár fram. Vit eru byrjað í smáum, og í summar taka vit fyrsta stigið til hendan heilsumyndugleikan, sigur landsstýriskvinnan. Páll á Reynatúgvu viðgongur, at hann er skelkaður av hendingini. Tað var á flokstinginum í Hovi um vikuskiftið, at forkvinnan í tingbólki Tjóðveldis, Annita á Fríðriksmørk, kallaði Páll á Reynatúgvu fyri ein stóran egoist og psykokopat í eini privatari samrøðu, sum av misgáum varð stroymd út alment. Tjóðveldistingmaðurin, sum eisini er løgtingsformaður, góðtekur bæði umberingini frá Annitu á Fríðriksmørk og avgerðina hjá floksleiðsluni, at málið ikki fær nakrar politiskar avleiðingar. Páll á Reynatúgvu ger ikki meira við málið. Victor Danielsen 125 ár. Í hesum sambandi endursenda vit sendingina frá 1994 sum varð gjørd á 100 ára degnum. Árni Gregersen og Jóannes Hansen tosa við fólk sum stóðu honum nær. Aksel V. Johannesen, løgmaður, Kim Kielsen, landstýrisformaður, og Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, hittast í Illulisat í Grønlandi í dag. 31. oktober er nýggja dagfestingin fyri Brexit. Tað sigur BBC. Eftir drúgvan fund millum Theresu May, forsætisráðharra, og leiðarar í ES, er avgjørt, at Brexit er útsett til 31. oktober. Theresa May segði eftir fundin, at tey eru vorðin samd um at leingja freistina fyri Brexit til í seinasta lagi í oktober. Men sjálv heldur Theresa May, at Bretland skal úr ES skjótast gjørligt við einari semju. ES og bretar eru vorðin samd um, at um so er, at ein semja er gjørd innanfyri tær fyrstu tríggjar vikurnar í mai, so skulu bretar ikki á val til ES tingið 26.mai, og so fer Bretland úr ES 1. juni. Til seinastu vetrarskrá varð Pressan boðin út alment at framleiða fyri Kringvarp Føroya. Tvey boð komu inn, og tikið varð av boðnum frá Øssuri Winthereig, sum hevur framleitt sendingina fyri Kringvarpið í vetur. Pressan er sending, ið skal viðgera tíðindini í vikuni og týðandi rák í journalistikki. Verturin á sendingini skal við kønari, fakligari hond leiða lurtaran gjøgnum tíðindameldurin og avdúka vánaligan journalistikk, spuna, falstíðindi og marknaðarføring dulklødd sum tíðindi. Tann, ið hevur áhuga at gera sendingina, skal áðrenn 1. juni senda inn eina lýsing av, hvussu viðkomandi hugsar sær, at sendingin verður løgd til rættis í mun til val av panellutakarum, val av evnum, samstarv við redaktør og leiklutin hjá vertinum. Býráðið hevur gjørt sáttmála við byggifyritøkuna Konsax, sum er farin í gongd við at bøta um umstøðurnar á vegamótinum Hvítanesvegurin og Eystari ringvegur, har sum ferðsluljós eru. Bilarnir, sum skulu norðureftir, fáa so sína egnu koyribreyt. Teir kunnu tí snara til høgru, samstundis sum ferðslan frá Hvítanesvegnum hevur grønt ljós. Eg eri lukkulig, og eg havi ein kropp, ið víkur frá norminum, sigur Elisa Vang. Tað er fleiri orsøkir til tað. Millum annað spælir aldurin inn, tað at eiga børn, feminisma og yoga. Upprunaliga byrjaði Elisa at gera yoga fyri at vísa, at allir kroppar eru yogakroppar. Hon legði myndir út av sær sjálvari, meðan hon gjørdi yoga, fyri at eggja øðrum at íðka tað, tey hava hug til, óansæð, hvussu tey síggja út. Elisa Vang heldur, at samfelagið ávirkar tína kropsfatan, so at ein ikki heldur, at ein kann vera lukkuligur og sunnur, hóast tú hevur ein kropp, ið víkur frá norminum. Tað er ógvuliga problematiskt. Eg kenni nógvar kvinnur, har kropsformurin tekur av eydnuni hjá teimum, men um tú arbeiðir við tí, so nýtist kropsformur og eydna ikki at hanga saman. Sunnvá Midjord Mikkelsen og Signhild Marita Johannessen ganga í 2.s á Glasi og vilja geva sítt íkast til kropspositiviska rákið. Saman hava tær Instagram brúkaran kropsfatanistar , har tær leggja myndir út av sær sjálvum og myndir, sum onnur senda til tær. Myndir, sum eru erligar og motiverandi og vísa kvinnukroppin. Millum annað hava tær tað, sum kallast Tummy Tuesdays . Tá eggja tær kvinnum at senda teimum myndir av sínum búki, og so leggja tær myndirnar út. Sunnvá og Signhild siga, at tær alt ov ofta møta kvinnum, serliga ungum kvinnum, sum hava eina keðiliga kropsfatan. Sjálvar hava tær havt eina keðiliga kropsfatan, men í dag tosa tær pent um og við seg sjálvar. Tær hava havt Instagram brúkaran í eitt ár, og tær føla, at tær hava gjørt ein mun hetta árið. Nógvar kvinnur skriva til tær um sína keðiligu kropsfatan, og nógvar kvinnur siga seg tora betur nú, at vera tær, sum tær eru. Tey av Kamarinum fingu í vár heiðurslønina Ársins tónleikabólkur á Faroe Music Awards. Heima hjá teimum av Kamarinum var altíð tónleikur og sangur. Tey sjey systkini Hjørleif, Áslakkur, Nicolina, Eyðbjørn, Margreta, Ingolf og Jákup havi bæði spælt og sungið síðani eina ferð í 50unum. Tey spældu nógv til dans og veitslur og góvu eisini plátur út frá síðst í 50unum. Jógvan Arge fer í trimum sendingum at práta við miðlingin Eyðbjørn av Kamarinum um tað virkna tónleikalívið hjá honum og systkjunum. Súsanna Skaale starvast á miðnámsskúlaøkinum, og hon møtir fleiri gentum enn dreingjum í sínum arbeiði. Fyri dreingir fellur tað ikki natúrligt at tosa við nakran um sínar trupulleikar. Gentur koma oftari til samrøðu, men ikki beinleiðis orsakað av keðiligari kropsfatan, men tað er ein partur av tí, sigur Súsanna Skaale. Súsanna Skaale og Annika Davidsen, sálarfrøðingur, gjørdu eina kanning um sálarheilsuna hjá miðnámsskúlanæmingum í 2017. Kanningin vísti, at gentur uppliva størri trýst enn dreingir. Trýstið kemur frá skúlanum, men eisini spæla sosialu miðlarnir ein leiklut. Genturnar eisini kenna á sær, at tær skulu liva upp til vakurleikakrøvini, sum eru at síggja á sosialu miðlunum. Kanningin vísti, at genturnar allar nevndu sosialu miðlarnar sum ein stressfaktor. Tær kendu eitt trýst av krøvunum, sum eru har í mun til kroppin, vakurleika og so framvegis. Tað er líkt til, at hetta er nakað, sum nógv ung fólk uppliva, serliga gentur. Tað er tó púra natúrligt at vera ósikkur, hava eitt sindur av iva og ótta, tí ein mennist nógv í tannárunum. Ein partur av tí er natúrligur, men hjá summum fyllir tað ov nógv og er destruktivt. Tað er torført at siga, hvar markið gongur, men tá ein hevur tað ordiliga ringt við sær sjálvari sjálvum og kennir seg ólukkuligan í longri tíð, ikki trívist sosialt ella fær eitt etingarólag, so hevur ein tørv á hjálp, sigur Súsanna Skaale. Dánjal Godtfred legði TB á odda 1 0, tá 9 minuttir vóru farnir, og tá seinni hálvleikur var 19 minuttir gamal økti Nikolei Johannesen til 2 0. Flottasta málið í dystinum átti Dávid Lisberg hjá FC Suðuroy, tá hann við einum heilfluktara minkaði til 1 2, tá 66. minuttir vóru farnir. Tey av Kamarinum vuksu upp ovast í Conradsbrekku í Havn, har foreldrini undir krígnum keyptu tey prýðiligu húsini, sum Magnus á Kamarinum bygdi fyrst í øldini. Hann var sjálvur ættaður úr grannahúsunum, sum pápi hansara Jákup á Kamarinum hevði bygt. Foreldrini hjá Teimum av Kamarinum vóru Olevina, ið var dóttir Magnus á Kamarinum, og Jóannes Jakobsen, sum var úr Geil í Skálavík. Eyðbjørn fór úr skúlanum sum hálvvaksin og arbeiddi ymiskt. Eitt skifti á Bacalao, annað skifti við jørð og betong, áðrenn hann fór á skrivstovu. Tónleikarin Eyðbjørn Jakobsen arbeiddi bæði hjá Gunnar Stokholm og Simma Musikkhúsi áðrenn hann fór undir sítt lívsstarv á Landssjúkrahúsinum. Hann var portørur í 40 ár, og í 25 ár var hann lærari í fyrstu hjálp hjá Reyða Krossi. Leingi var hann álitismaður hjá portørunum og eitt skifti í nevndini í Havnar Arbeiðsmannafelag. Eyðbjørn var alla tíðina virkin í undirhaldstónleiki og á konsertum saman við sínum systkjum og øðrum. Tey gjørdu spæliferðir bæði til Íslands og Danmarkar. Seinastu árini spældi hann mest keyboard, sum kundi avgreiða fleiri ljóðføri í senn. Eldurin í einum sethúsum undir Brúnni í Havn tíðliga seinnapartin í gjár var ásettur. Tað staðfesti løgreglan skjótt. Ein ung kvinna varð tikin á staðnum, og hon játtaði seg seka. Familja hjá kvinnuni býr í húsunum, sum eru illa farin av eldi, royki og vatni, hóast eldurin varð skjótt sløktur, sambært Kanningardeildini hjá løgregluni. Eitt annað fólk var í húsunum, tá eldur kom í á loftinum, men eingin fólkaskaði hendi. Løgreglan fer at avhoyra kvinnuna seinnapartin. Meginfelag Føroyskra Studenta hartar Fróðskaparsetrið fyri ikki at tryggja sær, at útbúgvingin í løgfrøði kann brúkast í Føroyum eftir loknan lestur, áðrenn útbúgvingin verður boðin út. Óprofessionelt, sigur MFS. Sera óheppið, sigur Ráð teirra lesandi. Útvarpið hevur roynt at fáa eina viðmerking frá rektaranum á Fróðskaparsetrinum, Sigurdi í Jákupsstovu, men tað eydnaðist ikki til tíðindasendingina á døgurða. Brúkaraeftirlitið avdúkar svik og kunnar teg um, hvussu tú kanst gerast dugnaligari brúkari. Hesaferð um, hvussu til ber at halda ávísum skriðdýrum burtur. Brúkaraeftirlitið kannar eisini, um bankaráðgevar gera sítt arbeiði, tá tú skalt velja at seta pengar í fyritøkur. Programmleiðari Marit Evertsen Grimstad, Christian Strand og Pia Rivelsrud. Fyrst í sendingini um ein ungan amerikanara í Chicago, ið stríðist við parlagstrupulleikar og eksistentiellar spurningar í seindirøðini Easy. Danske Bank er so illa fyri eftir hvíttingargøluna, at partaeigararnir verða noyddir at hækka partapeningin við 50 milliardum krónum, um bankin skal klára seg í eini fíggjarkreppu. Tað vísa útrokningar sum tveir bankaserfrøðingar hava gjørt, og teir vísa samstundis á, at um partapeningurin ikki verður hækkaður, so kann ein møgulig rokning, um bankin kemur í kreppu, enda hjá statinum, ella hjá partaeigarunum, har nógv tann størsti er A.P. Møller Holding. Tað eru bankaserfrøðingarnir, Johannes Raaballe og Anders Grosen, sum starvast á universitetinum í Aarhus, sum hava gjørt kanningina. Teir siga bart út, at Danske Bank er ikki betri fyri nú, enn hann var tá fíggjarkreppan tók seg upp í 2008, skrivar Berlingske Business. Bankaserfrøðingarnir siga eisini, at um bankin kemur í kreppu, so fær tað stórar avleiðingar fyri statin, og tí mæla teir til at hækka partapeningin sum skjótast. Teirra frágreiðing kemur óvart á, tí bæði Tjóðbankin og Fíggjareftirlitið hava sagt, at bankarnir eru munandi betri fyri, enn undan fíggjarkreppuni í 2008. Fíggjarleiðarin í Danske Bank, Christian Baltzer, sigur seg ikki vera samdan í frágreiðingini, tí ein meting í november í fjør vísti, at bankin klárar stóra búskaparliga afturgongd. Verjusamgongan NATO rundaði tey sjeyti fyri viku síðani. Vit spyrja Steffen Gram um eitt nú hvørjar avbjóðingar NATO hevur í dag. Hvussu er at vera starvsfólk hjá Reyða Krossi og hvørjar eru treytirnar eru millum spurningarnar, ið vit hava sett Bjarke Skaaning, Head of Disaster Management í Dansk Røde Kors, og Jóannisi Eidesgaard, formanni í Reyða Krossi Føroya. Cornelius Vreeswijk var føddur í Hollandi, men flutti 12 ára gamal til Svøríkis saman við foreldrunum. Vit fara at hugleiða um og hoyra vísusang við Vreeswijk. Og klokkan 4 verður Politiskur hósdagur á skránni, tí tá vitjar Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýri, um runda borðið. Vit tosa við Jógvan Skorheim um persónin og politikkin, samstundis sum formaðurin eisini fær nakrar øðrvísi spurningar og avbjóðingar. Tú kanst hoyra sendingina her Ein frágreiðing, sum er meira enn 100 síður, og sum Landsgrannskoðarin hevur gjørt um byggigøluna í Marknagili, liggur nú á borðinum hjá løgtingsgrannskoðarunum. Beinta Dam, landsgrannskoðari, hevur greinað, hví verkætlanin fíggjarliga fór so nógv av kós, at hon endaði við at kosta landsstýriskvinnuni í mentamálum sín sess. Jónleif Johannesen, formaður fyri løgtingsgrannskoðararnar, sigur, at løgtingsgrannskoðararnir fara í morgin at seta seg saman og gera eina felagsniðurstøðu burtur úr frá greiðingini, sum eftir ætlan verður almannakunngjørd í morgin. Tað var í januar í ár, at løgtingsgrannskoðararnir heittu á Landsgrannskoðaran, Beintu Dam, um at gera ein kanning av stóru byggigøluni í Marknagili. Eitt nú, hvussu tað ber til, at 30 milliónir krónur í ógoldnum rokningum brádliga koma undan kavi Og at 12 milliónir krónur, ið løgtingið hevur játtað til eina flagtekju, í heimildarloysi blivu brúktar til annað endamál Danskt løgfrøðiprógv krevst fyri at tú kanst virka sum advokatur ella dómari í Føroya rætti. Men tað kunnar Fróðskaparsetrið ikki um. Tað var seinnapartin í gjár, at boðað varð frá eldi undir Brúnni í Havn. Ein ungur maður í húsinum uppdagaði eldin. 20 ára gamla kvinnan hevði verið uppi á loftinum og sett eld á har. Kvinnan, sum nú er skuldsett, varð handtikin á staðnum, og hon segði løgregluni beinanvegin, at tað var hon, sum hevði sett eld á. Familja hjá ungu kvinnuni býr í húsinum. Hon skal persónskannast og mentalkannast, fyri at fáa staðfest, um hon er egnað til at fáa revsing, sigur Heri Andreassen, leiðari á kriminaldeildini. Í fjør koyrdu 896.864 akfør gjøgnum Vágatunnilin, tað eru 57.114 fleiri enn í 2017, ein vøkstur uppá 6,8 . Í miðal koyrdu 2.457 akfør gjøgnum Vágatunnilin um dagin. Eisini í Norðoyatunlinum koyrdu fleiri bilar. Í Norðoyatunlinum koyrdu 1.217.826 akfør gjøgnum tunnilin, sum er ein vøkstur uppá sjey prosent í mun til 2017. Tað er í miðal 3.337 akfør um dagin, sæst í tíðindaskrivi frá tunnilsfeløgunum. 2018 var eitt gott ár hjá Atlantic Airways. Felagið hevði 16,2 milliónir krónur í avlopi eftir skatt, upplýsir felagið í tíðindaskrivi eftir aðalfundin, sum var í gjár. Tað er munandi betri enn árið fyri, tá avlopið var 3,3 milliónir krónur. Orsøkin til framgongdina var stórur vøkstur í ferðafólkunum til og úr Føroyum og økt leiguflúgving. 308.000 ferðafólk flugu á rutunum hjá Atlantic Airways í fjør, og tað var met, upplýsir felagið í tíðindaskrivinum eftir aðalfundin. Tvey nýggj flogfør eru á veg í flotan hjá Atlantic Airways. Tað fyrra flogfarið kemur í juni í ár, og tað seinna flogfarið kemur í apríl í 2020. Byggingin av nýggja Hilton Garden Inn Faroe Islands hotellinum á Staravegnum í Havn gongur sum ætlað og letur væntandi upp á sumri 2020. Nýggja hotellið verður eitt fýrastjørnað hotell við 130 kømurum, ráðstevnu og fundarhølum og matstovu. Øll nevndin varð afturvald á aðalfundinum í dag, og Niels Mortensen heldur fram sum nevndarformaður. Nýggj starvsfólkaumboð eru Jens Eystein í Løðu og Jóhan Vágadal. Samtykt er at halda fast við verandi samtykt. Hon er, at Porkeris kommuna ikki rindar meira fyri 2018, enn kommunan fær fyri at forskatta eftirlønir og fyri útisiglarar. Kommunan fekk tríggjar milliónir og 436.000 krónur frá landinum í fjør. Men rokningin frá Bú og heimatænastuni í Suðuroynni er 567.000 krónur størri enn tað. Mikkjal Sørensen, borgarstjóri, sigur, at teir pengarnir, altso 567.000 krónur, verða ikki goldnir. Fáir útisiglarar eru í Porkeri, og tí fær kommunan ikki so nógv fyri útisiglarar, sigur borgarstjórin. Í lesarabrævi í gjár sigur borgarstjórin í Eysturkommunu og stýrislimur í Kommunufelagnum, Jóhan Christiansen, at kommunurnar fingu 464 milliónir og 837.132 krónur frá landinum í fjør. Kommunurnar brúktu 6,8 prosent meira enn tær fingu frá landinum, sigur Jóhan Christiansen. Útisiglarar eru ein fjórðingur av tí, sum kemur úr landskassanum. Teir pengarnir verða goldnir teimum kommununum, har sum útisiglarnir búgva. Hetta ger, at kommunur, har sum nógvir útisiglarar eru, fáa flestar pengar, tí tær fáa minni í kommunuskatti. Føroyar skulu komandi ár hava ein stóran lut í danska formansskapinum fyri Norðurlendska Ráðharraráðið. Tað sigur Løgmansskrivstovan í tíðindaskrivi. Á ríkisfundinum í Ilulissat í gjárkvøldið umrøddu Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri Danmarkar, leiklutin hjá Føroyum, sigur Løgmansskrivstovan. Tað er longu greitt, at Føroyar skulu hava ábyrgdina av grønu orkuverkætlanini Fra vision til virkelighed fremtidige energiløsninger for ø samfund , í danska formanskapinum. Í dag eru løgmaður, landsstýrisformaðurin og forsætisráðharrin í grønlendsku bygdini Saqqaq á Nuussuaq nesinum. Bygdin er millum tey 18 støðini, sum eru í vanda fyri omanlopum og flóðaldum haðani. Danska stjórnin og landsstýrið í Grønlandi eru samd um at søkja um fígging í ár til samstarv í nógv ár um kanna meira vandan fyri omanlopum í Grønlandi. Ríkisfundur var í Ilulissat í gjárkvøldið. Tað eru tíggju prosent fleiri ferðafólk enn í 2017 og tað er met, sigur felagið. Hóast Atlantic Airways hevur fingið kapping, er ferðafólkatalið hjá felagnum økt. Tey, sum fara at framføra leygarkvøldið, eru Poul Arni og John ge Erolf, Terje og Hentzar Deiggj Asyllex Guðrun Sólja og Janus Ólavur Højgaard Lív og Tróndur Sámal Ravnsfjall Ingi og Danny. Henda framsýning er tó vinklað eitt sindur øðrvísi, tí hon eisini tekur upp spurningin, hvat vit kunnu loyva okkum, og ikki kunnu loyva okkum, at brúka føroyska flaggið og litirnar til. Vestmanna kommuna bjóðar nú út Kolastykkið og økið, har Turkihúsið stendur til íbúðarbygging, bygging av gistingarhúsi ella handilsvirksemi. Millum treytirnar frá kommununi er, at Turkihúsið skal takast niður skjótast gjørligt, og í seinasta lagi áðrenn hetta árið er av. Mikkel Niva hevur aldri kent pápa sín, sum fór avstað, tá hann var lítil. Nú er Mikkel farin at hugsa um, hvussu tað hevur ávirkað hann, um tað ber til at fáa góð viðurskifti við pápan nú, og um hví hann ikki megnaði at vera pápi hansara. Lurtarar høvdu í morgun møguleikan at gita fimm røddir úr kendu sjónvarpsrøðini Game of Thrones. Heðin Egholm Skov ringdi inn og gitti alt rætt beinanvegin. Heðin er sjálvur ein íðin Game of Thrones fjeppari, og hann hevur sæð alt fýra ferðir. Hann er sera spentur at síggja seinastu partarnar, og hann væntar, at onkur av høvuðspersónunum fer at doyggja tíðliga í nýggju sesongini. Game of Thrones er ein amerikonsk sjónvarpsrøð, sum er gjørd burtur úr bókarøðini a Song of Ice og Fire , sum George R. R. Martin hevur skrivað. Game of Thrones er heimsins dýrasta sjónvarpsrøð, partarnir í sesong átta kostaðu 15 milliónir dollarar hvør. Tað koma seks partar, og teir eru millum 54 minuttir og 1 tíma og 22 minuttir til longdar. Leikurin Leitanin eftir at vera , sum er skrivaður og leikstjórnaður av Katarinu Nolsøe, varð sýndur fyrstu ferð sunnukvøldið 7. apríl á Tjóðpallinum. Suni Poulsen og Marita Dalsgaard ummæla leikin. Norðurlendsk bókabinding 2018 er á Landsbókasavninum, og til ber at vitja bókbindaraverkstaðin, har Sóleyg Kjærbæk starvast. Vit hitta Sóleyg. Bókadeildin setir sjóneykuna á ung, kríggj og søgur. Kristianna Poulsen og Silja Aldudóttir frá Bókadeildini vitja Nón tær greiða frá tiltakinum og bókunum Zenobia og Um kríggj var í Norðurlondum . Hósdagin 11.apríl letur upp forvitnislig framsýning av 72 handinnbundnum bókum úr Norðurlondum upp á Landsbókasavninum í sambandi við Nordic Bookbinding festivalin 2018. Hendan dagin var bókbindaraverkstaðurin á Landsbókasavninum eisini opin fyri áhugaðum, og høvi var at hitta Sóleyg og Tórunna, sum dagliga starvast á verkstaðnum. Nón vitjaði bókbindaraverkstaðin og prátaði við Sóleyg Kjærbæk, ið er bókbindari. Harumframt hevur Sóleyg eitt verk við á framsýningini. Eitt handinnbundið eintak av skaldsøguni, Barbara eftir Jørgen Frantz Jacobsen. 12. apríl klokkan 16.00 letur árliga Várframsýningin á Listasavnið Føroya upp. Framsýningin, ið verður hangandi til 5. mai, telur 92 verk eftir 19 ymisk listafólk. Á framsýningini er træskurðar, oljumálningar, fotolist, tekstilverk við mongum leira. Rannvá Holm Mortensen og Birgith Kirke eru tveri av kuratorunum. Luttakarar Sonni Larsen, Suni Merkistein, Rannvá Winkler, Tórarinn Niclasen á Rípuni, Heðin Egholm Skov, Georg L. Petersen og Theresa Turiidardóttir Kreutzmann. Vit eru í einum politiskum valári, og løgtingsval verður helst í summar. Áðrenn tað formliga valstríðið av álvara fer í gongd, bjóða vit formonnunum í teimum politisku flokkunum í Nón, ein fyri og annan eftir. Dag og dagliga hoyra og síggja vit illsinnisgleps úr ymsum heraðshornum um okkara politikarar. Tað politiska kann blíva nokk so persónligt, men hvør er so persónurin aftan fyri politikkin. Vit gera eina roynd at koma aftur um barrikadurnar hjá tí politiska menniskjanum. Hvørjir eru teir, hvaðani kemur politiski áhugin frá, og hví vilja teir valdið. Hvussu er tað politiska menniskjað Floksformenninir sleppa eisini at royna seg í eini spurnarkapping. Og so spyrja vit teir eisini um politikkin, sum alt snýr seg. Gestir Turið Debes Hentze, advokatur, Justinus Eidesgaard, journalistur og rithøvundur, Jóhann L Lützen, stjóri Norðlýsi, og Brynhild Thomsen, redaktørur KvF. Tey duga at spæla tónleik sum Mozart, tekna sum Rembrandt og onnur hava gott myndaminni. Kortini hava fólk við autismu ofta ilt við at fáa arbeiði, og tey fáa sjáldan viðurkenning fyri tað, tey duga. Í trimum nýggjum sendingum verður hildið fram við at fylgja Louise og nøkrum av teimum, sum vóru við seinast. Og onnur eru eisini við. Millum annað á Danfoss hava tey fingið eyguni upp fyri potentialinum í autistiskum starvsfólkum. Kristian skal til New York at spæla í einari av heimsins mætastu konserthallum, Carnegie Hall. Hvørki Landsverk, Samferðslumálaráðið, Mentamálaráðið, Løgmansskrivstovan ella Løgtingið sleppa undan atfinningum, nú Landsgrannskoðarin er komin við síni frágreiðing um, hvussu skúlabyggingin í Marknagili fór á glið fíggjarliga. Frágreiðingin um byggigøluna staðfestir somuleiðis, at politiski myndugleikin og landsfyrisitingin hava einki gjørt við tær ávaringar, sum hóast alt hava verið. Samferðslumálaráðið verður lýst sum eitt aðalráð, sum einki hevur gjørt fyri at røkja sína eftirlitsskyldu við Landsverki, sum aðalráðið annars hevur evstu ábyrgd av. Mentamálaráðið verður lýst sum eitt aðalráð, sum ikki hevur lyft ein fingur fyri at at hava eitt veruligt eftirlit við teimum hundraðtals milliónunum, sum løgtingið hevur játtað aðalráðnum til at byggja ein skúladepil fyri, og aðalráðið síðani hevur latið Landsverk umsita fyri seg. Um Landsverk sigur Landsgrannskoðanin millum annað, at stovnurin kom við skeivum rapporteringum um fíggjarstøðuna stutt sagt tí at tey ikki brúktu tær skipanir, sum skulu brúkast fyri at geva røttu myndina av útreiðslunum. Landsgrannskoðanin vísir á, at heldur enn at hava eitt skjal sum sankar saman allar upplýsingarnar um arbeiðstøkur, sáttmálar og avtalur fyri byggjaríið, so er talan um, at hvør byggileiðari hevur havt sítt Fíggjarstýringsskjal at stýra eftir. Hetta førdi við sær, at Fíggjarstýringsskjalið, sum skuldi vera meginstýringsamboðið, misti sín týdning. Torført hevur verið at hildið skil á, hvat er brúkt uppá verkætlanina tí veruliga kostnaðinum og tískil hevur kunningin um kostnaðin, til avvarandi myndugleikar, í besta føri verið ivasom. Mest sannlíkt er, at Landsverk hevur havt eina rullandi meirnýtslu í fleiri ár, uttan at tað hevur kunna sæst í landsroknskapinum. Orsøkin til tað er, at sonevnda Fíggjarstýringsskjalið , ið skuldi brúkast til at stýra byggingini, eisini fíggjarliga partinum, hevur ikki verið brúkt, sum tað skal, seinastu árini. Samanumtikið vísir kanningin hjá Landsgrannskoðanini, at vantandi virðingin fyri grundleggjandi reglum um stýring og eftirlit, hevur verið atvoldin til, at tey tøl, ið Landsverk hevur lagt fyri Mentamálaráðið, og sum Mentamálaráðið hevur váttað fyri Fíggjarmálaráðnum, hava ikki verið røtt. Tað hevur gjørt, at landsroknskapurin, ið Løgtingið hevur samtykt, hevur ikki verið rættur. Samferðslumálaráðið, sum hevur evstu ábyrgdina av Landsverki, fær eisini hvassar atfinningar frá Landsgrannskoðaranum, sum skrivar Landsgrannskoðanin ivast í, um Samferðslumálaráðið hevur útint sína eftirlitsskyldu, tá ið ráðið hevur verið vitandi um teir trupulleikar, ið hava verið við byggingini av Skúladeplinum við Marknagil, og ikki hevur spurt ella kannað, um tað kundi verið brek innanhýsis hjá Landsverki, ið er ein stovnur undir málsøkinum hjá Samferðslumálaráðnum. Í frágreiðingini staðfestir Landsgrannskoðarin, at landsstýrismaðurin í samferðslumálum so seint sum í apríl í fjør hevur tvíhildið um, at alt var í lagi. Landsgrannskoðarin skrivar soleiðis Tó at landsstýrismaðurin í samferðslumálum í apríl 2018 hevur boðað løgmanni frá, at eftirlitsskipanin SEYF, sum varð brúkt í sambandi við byggiverkætlanirnar, ið Landsverk umsat, hevði roynst væl, síðani hon varð tikin í nýtslu, og at hon varð brúkt til allar íløgur, sum Landsverk umsat fyri aðalráð og Løgtingið, so vísir kanningin hjá Landsgrannskoðanini, at hvørki SEYF ella Fíggjarstýringsskjalið hevur verið brúkt nøktandi til Skúladepilin. Tað átti at verið ein sjálvsagdur partur av góðkenningini av roknskaparreglugerðini og roknskaparviðurskiftum annars, at Samferðslumálaráðið tryggjaði sær, at Landsverk hevði skrivligar mannagongdir fyri roknskaparhaldinum og fíggjarstýringini við verkætlanum, ið stovnurin umsitur fyri aðalráðini. Tað er Mentamálaráðið, sum eigur skúladepilin í Marknagili, og tað er eisini Mentamálaráðið, sum tekur ímóti og hevur ábyrgdina av teimum pengunum, sum løgtingið játtar til byggingina. Tann fíggjarligi parturin av byggingini hevur verið sera nógv umtalaður, bæði í Løgtinginum og í almenna rúminum, og tí kann tað tykjast undranarvert, at Mentamálaráðið ikki skal hava sóknast eftir øðrum skjalprógvi, fyri at peningurin fór at røkka til alla byggingina, enn at spyrja eina ferð um mánaðin, um stjórin á Landsverki helt, at játtanin fór at halda. Árið eftir í 2014 samtykti løgtingið einmælt at biðja landsstýrið koma við eini frágreiðing um, hvussu til ber at tryggja greiða leiðslu, ábyrgd og útinnan, tá ið almennar byggiverkætlanir verða framdar. Trý ár seinni í september 2017 spyrja løgtingsgrannskoðararnir løgmann, nær hann væntar at henda sama frágeiðing verður liðug og løgd fyri løgtingið. Átta mánaðir seinni á sumri 2018 svarar løgmaður. Hann vísir til tað, sum landsstýrismaðurin í samferðslumálum hevur sagt nakrar mánaðir frammanundan, hin 16. apríl 2018. Tá segði landsstýrismaðurin millum annað, at eftirlitsskipanin SEYF, sum varð brúkt í sambandi við byggiverkætlanirnar, ið Landsverk umsat, hevði roynst væl, síðani hon varð tikin í nýtslu, og at hon varð brúkt til allar íløgur, sum Landsverk umsat fyri aðalráð og Løgtingið. Eftir kanningunum, ið Landsgrannskoðanin hevur gjørt, er tað ikki rætt, at SEYF hevur verðið brúkt og roynst væl síðani 2013 2014, í øllum førum tá ið um Skúladepilin við Marknagil ræður. Tá er gerðarrættarmálið millum Landsverk og TG Verk ikki talt við. Landsverk hevur eitt 75 milliónir krónur stórt krav ímóti sær, og hevur sett fram mótkrav upp á 86,6 milliónir krónur. Tað hendir, eftir at Heilsu og innlendismálaráðið í januar fekk at vita frá Landssjúkrahúsinum, at alt var í lagi viðvíkjandi 2018. Tað verður ikki góðtikið, at landsstýrið ikki fyrr enn í februar fær at vita, at meirnýtsla er, stendur í uppskotinum um eykajáttan fyri 2019. Nøkur tilmæli eru í frágreiðingini, sum Ronnie Midjord, sum var virkandi stjóri á Landssjúkrahúsinum síðstu fýra mánaðirnar í 2017, bað uttanhýsis grannskoðara gera. Fiskimálaráðið hevur givið partafelagnum Kinnfelli loyvi til at landa menningarkvotu til uppsjóvarvirki, og ikki til Snarfrost í Miðvági, sum hevur fingið menningarkvotuna saman við Kinnfelli. Partafeløgini hava biðið um, at svartkjafturin, sum er eftir í ár, verður landaður í Miðvági og til uppsjóvarvirki, til dømis Havsbrún. Partafeløgini í Vágum ætla tí at landa nógv tann størsta partin av tí, Katrin Johanna fiskar, til Havsbrún í Fuglafirði til dømis. Hvar skalt tú fara, tá tú ert ófaklærd, missir arbeiðið og býrt í Thy 120 arbeiðarar í hoyritólsverksmiðjuni Oticon fáa boð um, at verksmiðjan í býnum skal lata aftur og flyta til Polen. Um stríð í hálvtannað ár, meðan tær royna at finna eina framtíð á arbeiðsmarknaðinum, sum fær minni og minni brúk fyri ófaklærdum, og Thy er illa fyri við arbeiðsplássum til ófaklærd, tí fleiri hava latið aftur. Jónleif Johannesen, formaður fyri løgtingsgrannskoðararnar fílist hvassliga á óskilið á Landsverki í sambandi við manglandi fíggjarstýringina undir skúlabyggingini í Marknagili. Vit halda als ikki, at eftirlitið hjá Samferðslumálaráðnum hevur verið nøktandi, og Mentamálaráðið kundi eisini havt gjørt meira, sigur Jónleif Johannesen, sum eisini viðgongur at hava fingið villleiðandi upplýsingar frá hægsta staði, frá løgmanni sjálvum. Tað viðurkennir Jónleif Johannesen, formaður fyri løgtingsgrannskoðararnar, nú Landsgrannskoðanin hevur handað teimum lemjandi atfinningarsama frágreiðing um fíggjarliga óskilið undir skúlabyggingini í Marknagili. Allir partar hava svikið í málinum, verður staðfest, og eisini bar løgmaður skeivar upplýsingar til løgtingsgrannskoðararnar frá Henriki Old, táverandi landsstýrismanni í samferðslumálum. Løgtingsgrannskoðararnir spurdu løgmann í september 2017, nær hann væntaði, at frágreiðing um átøk og møgulig uppskot til lógarbroytingar fóru at verða løgd fyri Tingið. Løgmaður svaraði í juni í 2018, og vísti til tað, ið landsstýrismaðurin í samferðslumálum mælti til í skrivi til løgmann 16. apríl 2018. Í skrivinum segði landsstýrismaðurin millum annað, at eftirlitsskipanin SEYF, sum varð brúkt í sambandi við byggiverkætlanirnar, ið Landsverk umsat, hevði roynst væl, síðani hon varð tikin í nýtslu, og at hon varð brúkt til allar íløgur, sum Landsverk umsat fyri aðalráð og Løgtingið. Eftir kanningunum, ið Landsgrannskoðanin hevur gjørt, er tað ikki rætt, at SEYF hevur verðið brúkt og roynst væl síðani 2013 2014, í øllum førum tá ið um Skúladepilin við Marknagil ræður . Jónleif Johannesen, formaður fyri løgtingsgrannskoðararnar varð tí spurdur, hvat hann ger við villleiðandi upplýsingarnar í tíðindunum á middegi. Tey duga at spæla tónleik sum Mozart, tekna sum Rembrandt og onnur hava gott myndaminni. Kortini hava fólk við autismu ofta ilt við at fáa arbeiði, og tey fáa sjáldan viðurkenning fyri tað, tey duga. Í trimum nýggjum sendingum verður hildið fram við at fylgja Louise og nøkrum av teimum, sum vóru við seinast. Og onnur eru eisini við. Nina, sum er teknari, skal hava framsýning fyrstu ferð. Emilia kennir skuggasíðurnar av autismu. Hon fór ofta inn á vesið í fríkorterinum, so hon kundi sleppa undan happingini. Nú roynir hon at skriva seg burtur úr tí. Leikurin Jesu líðingarsøga er í fýra pørtum, og var gjørdur til barnaútvarpið í 2007. Frits Johannesen skrivaði og Vár Berghamar Jacobsen sigur frá og leggur til rættis. Pauli Magnussen var tøkningur. Leikurin Jesu líðingarsøga er í fýra pørtum, og var gjørdur til barnaútvarpið í 2007. Frits Johannesen skrivaði og Vár Berghamar Jacobsen sigur frá og leggur til rættis. Pauli Magnussen var tøkningur. Leikurin Jesu líðingarsøga er í fýra pørtum, og var gjørdur til barnaútvarpið í 2007. Frits Johannesen skrivaði og Vár Berghamar Jacobsen sigur frá og leggur til rættis. Pauli Magnussen var tøkningur. Anna Wahlgren, rithøvundur, gjørdist sera kend, tá hon í 1983 gav Barnaboken en tegelsten om barnuppfostran út. Fleiri ættarlig av foreldrum hava síðan tá tikið við ráðunum hjá Wahlgren. Tey níggju børnini hjá Annu vóru styrkin í hennara vørumerki. Men 30 ár eftir at bókin kom út, gevur eitt av børnunum hjá Annu út bók, sum er ein álvarslig uppgerð við barnaárini. Filmur hjá Kristinu Hedberg. Hvar skalt tú fara, tá tú ert ófaklærd, missir arbeiðið og býrt í Thy 120 arbeiðarar í hoyritólsverksmiðjuni Oticon fáa boð um, at verksmiðjan í býnum skal lata aftur og flyta til Polen. Um stríð í hálvtannað ár, meðan tær royna at finna eina framtíð á arbeiðsmarknaðinum, sum fær minni og minni brúk fyri ófaklærdum, og Thy er illa fyri við arbeiðsplássum til ófaklærd, tí fleiri hava latið aftur. Kettan Harley hevur trupulleikar við tonnunum og má doyvast, men tá hon eisini hevur veikt hjarta, verður doyvingin ein spurningur um lív og deyða. Pólsk sjónvarpssending, ið lýsir Føroyar, føroyskar siðir, og hvussu vit føroyingar liva sæð við eygunum á pólendingum, ið búgva her á landi. At fingrabinda er stuttligt, heldur Jensina. Í dag tosa vit um at koma úr Føroyum, og hvat er serligt við tí. Onkuntíð sakna vit sólina eitt sindur, so hana syngur Jensina um. Vit hava eisini eitt flagg, ið vit kalla Merkið , ið verður 100 ár í ár. Eitt tílíkt evnar Jensina til í verkstaðnum, og tað kanst tú brúka flaggdagin Tað eru fleiri ár síðan løgtingið samtykti, at landsstýrið skal fáa fíggjarligt skil á almennu byggiverkætlanirnar. Men enn er einki hent, staðfestir nýggja kanningin av byggiverkætlanini í Marknagili. Landsgranskoðanin átalar Partarnir, ið vara av skúladeplinum í Marknagili, hava ikki hildið sína eftirlitsskyldu. Tað er niðurstøðan hjá Beintu Dam, landsgrannskoðara í frágreiðing, ið var handað løgtingsgrannskoðarunum í dag. Um Landsverk sigur hon, at tey hava ikki brúkt fíggjarstýringarskipanina nøktandi. Nógvir sáttmálar og avtalur eru ikki skrásett rætt, og tí hevur tað verið torført at hildið skil á, hvat er brúkt uppá verkætlanina. Tí hevur kunningin til myndugleikarnar eisini í besta føri verið ivasom. Samferðslumálaráðið, ið hevur ábyrgd av Landsverki og byggingini, hevur ikki í nóg stóran mun yvirhildið sínar eftirlitsskyldur. Tey hava ikki spurt seg fyri ella kannað nóg væl um trupulleikar í sambandi við byggingina, og hava ikki kannað leiklutin hjá Landsverki nóg væl, hóast ráðið varar av Landsverki. Mentamálaráðið, ið hevur biðið um skúlan, hevur ikki sóknast nóg væl eftir skjalprógvi fyri at játtanin fór at halda, annað enn at spyrja Landsverk einaferð um mánaðin um peningurin fór at røkka til. Leikluturin hjá Fíggjarmálaráðnum hevur í stóran mun verið at lagt til rættis fíggjarlóg og eykajáttanir, ið Mentamálaráðið hevur biðið um, og at tryggja, at uppskotini eru innanfyri karmarnar. Eisini sigur landsgrannskoðarin, at leikluturin hjá løgmansskrivstovuni og løgmanni, hevur í stóran mun verið at vísa á, hvør hevur ábyrgd av hvørjum, tá ivi hevur stungið seg upp millum Mentamálaráðið, Samferðslumálaráðið og Landsverk. Eisini verður neyðugt at broyta rættargangslógina. Men tað tykist, sum stoltleiki er forðingin. Tað sigur Jógvan Páll Lassen, advokatur. Ein arbeiðsbólkur er í holt við at dagføra Rættargangslógina, men ásetingin um danskt løgfrøðiprógv verður ikki broytt í hesum sambandi. Øll liðini í bólki 8 í EM undankappingini spæla í somu høll í Keypmannahavn. Fyrst Føroyar og Ukraina, og aftaná Danmark og Montenegro. Danski undirvísingarmálaráðiarin, Merete Riisager, sigur, at við 12 tals stiganum ber ikki til at løna nøkrum, sum er sermerkt, og tí verður 12 sett inn í stigan. 12 verður eyka til 12 talið, og telur tí tað sama, sum 12, tá tú roknar miðaltalið. Men í próvnum fer grundgeving at standa fyri, at viðkomandi hevur fingið 12 . Hanna Jensen, landsstýriskvinna í útbúgvingarmálum, sigur í stuttari viðmerking, at tá danir hava broytt stiga, verður tað tikið upp í Føroyum. Og skipað kjak verður um tað. Vit hoyra og umrøða seinna solistalbumið hjá kára p., ið var til taks sum fløga og kassettuband. Samanborið við fyrru plátuna í 1978, var hetta ein nógv longri tilgongd og tí er upptøkudygdin ikki eins jøvn og á Vælferðarvísum , har nakrir fáir tónleikarar innspældu plátuna eftir fáum døgum. Men Hinumegin Ringvegin var sera vælumtókt og lagasmíðið stendur onki aftanfyri tað frá 1978. Plátubarrin gamlaárskvøld 2017. Tórshavnar Manskór hevur úr at gera. Umframt at venja regluliga hvørja viku fer kórið javnan út at syngja. Mads Winther, formaður fyri kórið, sigur, at teimum dámar væl at ferðast, og tá skilja teir væl, tað er týdningarmikið at taka væl ímóti útlendskum kórum, sum koma hendanvegin. Um vikuskiftið vitjar Kallakór Hreppamanna í Føroyum. Íslendska kórið hevur konsert í Klaksvík leygardagin klokkan 15, og Tórshavnar Manskór hevur konsert í Vesturkirkjuni sunnudagin klokkan 16 saman við íslendska kórinum. Tað at syngja er balsam fyri sálina, sigur Mads og leggur afturat, at tað er nógv, man skal hugsa um, tá man syngur. Tað er ikki bara at stilla seg upp at syngja, man skal eisini hita upp, standa rætt og syngja reint, sigur Mads. Í fjør kappaðust tey klassisku, í ár kemur túrurin til tey rútmisku. Ella tað er spurningurin. Tí Rannvá Helenudóttir, fyriskipari av Sement 2019 sigur, at hóast tað skal eita seg at vera ein kapping fyri rútmskar tónleikabólkar, so er tað í veruleikanum onki mark fyri, hvat slag av tónleiki kann vera við í kappingini. Um onkur víolinspælari vil luttaka við klassiskum tónleiki, er tað í fínasta lagi, sigur Rannvá Helenudóttir, sum leggur afturat, at einasta treyt er, at tveir triðingar av tónleikinum skulu vera heimagjørdir. Hvør bólkur ella einstaklingur fær so 15 minuttir í part at framføra. Hoyr samrøðu við fyriskiparan Hetta var spurningurin, vit settu, nú ferming verður um alt landið hetta vikuskiftið. Við í sendingini vóru Hanna Jensen, landsstýriskvinna í útbúgvingarmálum, Theodor Eli Dam Olsen, prestur og Vagn Foldbo, skúlastjóri í skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík. Vit spurdu, um tað er rætt at hava ferming í fólkaskúlanum, tá ið tað ikki er galdandi fyri allar næmingar. Hoyr kjak í sendingini Vikuskifti Síðan hon misti bæði mammuna og pápan, hevur H di Fried havt ein ótta, sum hon ikki kemur burtur úr. Hon hevur tó vón um framtíðina. Filmur av H kan Pieniowski og Birgitta hman. 30. januar í ár var stór sangløta í Betesda í Klaksvík, í sambandi við, at Jógvan við Keldu fylti 75 ár. Jógvan við Keldu er sjálvlærdur tónleikari og stjórnaði sangkórinum í Betesda í 46 ár. Saman við pápa sínum, sum undan honum stjórnaði betesdakórinum, er Jógvan ein av undangongumonnunum innan kórsang hjá brøðrasamkomuni. Í sendingini er felagssangur, Betesdakórið, kórið í Ebenezer og 17 sangarar syngja. Tað er als ikki nøktandi, at landsstýrismaðurin í samferðslumálum og Samferðslumálaráðið ikki hava hildið sínar eftirlitsskyldur mótvegis Landsverki í nóg stóran mun. Tað siga løgtingsgrannskoðararnir í teirra niðurstøðu til frágreiðingina hjá Landsgrannskoðanini um byggingina av Marknagilsdeplinum. Hóast ráðið hevur verið vitandi um teir trupulleikar, ið hava verið við byggingini av Skúladeplinum við Marknagil, og ikki hevur spurt ella kannað, um tað kundu verið brek innanhýsis hjá Landsverki, hevur Samferðslumálaráðið verið rættiliga passivt og ókritiskt í øllum tíðarskeiðnum, tað hevur varðað av Landsverki, skrivar løgtingsgrannskoðararnir. Landsgrannskoðanin ivast í, um Samferðslumálaráðið hevur útint sína eftirlitsskyldu, tá ið ráðið hevur verið vitandi um teir trupulleikar, ið hava verið við byggingini av Skúladeplinum við Marknagil, og ikki hevur spurt ella kannað, um tað kundu verið brek innanhýsis hjá Landsverki, ið er ein stovnur undir málsøkinum hjá Samferðslumálaráðnum. Tær størstu kommunurnar eru eisini tær, ið merkja mest til fólkavøksturin. Tórshavnar kommuna við 440 fólkum, og Runavíkar kommuna við 81 fólkum og Klaksvíkar kommuna við 52 fólkum. Í Eysturoynni er størsti lutfalsligi vøksturin í Sjóvar kommunu við 4,3 prosentum, Eiðis kommunu við 3,4 prosentum og Nes kommunu við 2,6 prosentum. Kim Jong un sigur, at tað vóru júst kravboð og órímilig krøv, sum forkomu samráðingunum millum USA og Norðurkorea, tá leiðararnir báðir hittust í Vjetnam í februarmánaði. Tað sigur Kim Jong un í talu til tjóðartingið, skrivar almenna norðurkoreiska tíðindstovan, KCNA. Hann mælti í taluni til at loysa trupulleikarnar gjøgnum samskifti og samráðingar. Kim Jong un er opin fyri nýggjum toppfundi við Trump. Seinasti toppfundurin var í høvuðsstaðnum í Vjetnam, Hanoi, og vardi í tveir dagar. Eftir ætlan skuldi avtala undirskrivast um noðurkoreisku kjarnorkuætlanirnar, men næsta fundardagin varð fundurin slitin, og leiðararnir báðir fóru heimaaftur við ongari bindandi avtalu. Útbyggingin fevnir um 12 hjúna og familjukømur, felagsøki, og eina 450 fermetrar stóra kombihøll, sum kann nýtast til ítrótt, spæl, møti, fyrilestrar, skeið, konsertir og aðrar samkomur. 500 sitipláss vera í høllini. Knýtt at høllini eru skiftirúm við brúsum. Í skjótt 30 ár hevur Leguhúsið í Nesvík hýst túsundtals børnum, ungum og vaksnum úr øllum Føroyum til legur og onnur tiltøk. Í Eysturoynni er størsti lutfalsligi vøksturin í Sjóvar kommunu við 4,3 prosentum, Eiðis kommunu við 3,4 prosentum og Nes kommunu við 2,6 prosentum. Nógv rumbul hevur verið um økið, tí laksaaling skal vera á Víkum. Føroya Náttúru og umhvørvisfelag kærdi avgerðina um at geva loyvi at ala á Víkum. Friðingarnevndin fyri Vága sýslu umrøddi málið, men av tí at kæran snúði seg um aling á sjónum, valdi nevndin at leggja málið fyri yvirfriðingarnevndina, tí friðingarnevndin fyri Vága sýslu metti sítt virksemi bert at vera um friðing á landi, og ikki á sjónum. Eisini sigur Yvirfriðingarnevndin, at økið, ið biðið verður um at fáa friðað er so stórt, at rættast er, at friðingarumbønin er ein partur av samlaðari og yvirskipaðari ætlan fyri alt landið, og vísir til nýggju Margfeldislógina, ið væntandi kemur í gildi 1. januar. Soleiðis sigur Vivian Sundstein, sum er mamma ein av heimsmeistarunum í Dota2, tá vit spurdu hana, hvussu tað var at vera mamma at einum drongi, so helst vildi spæla teldu. Tað snýr seg um at barnið hevur tað gott og er sunt, sigur hon og leggur afturat, at hon avgjørt fekk nógvar viðmerkingar um, at sonurin sat so nógv framman fyri telduni, tá hann var yngri. Vinkonurnar eru ikki samdar um svarið, og spyrja tí ALSO panelið, hvat tær skulu gera, og panelið er ivaleyst. Sigur tú frá, um tú sært maðk í fiskinum, og skalt tú geva eina umbering fyri ein sang, sum kanska fór um mark Hesir spurningar eru millum teir, sum panelið svarar hesaferð. Í panelinum eru Henrik Old, Durita Nolsøe og Rudolf Joensen Sambært Rúna kunnu Føroyar gera seg galdandi millum fremstu lond í heiminum innan E sport, tí allar umstøður eru longu til staðar í Føroyum. Hvat er esportur, og er talan um ítrótt Vit spyrja Rúna Winther Johnsen, ein av fyriskiparunum handan esport Føroyar, og eisini Elina Heðinsdóttir Joensen, forseta í ÍSF hesar spurningar. Tá sonurin gerst professionellur sum 15 ára gamal, og nú er heimsmeistari í esport, so hevur hann allarhelst spælt nógv telduspøl, tá hann var smádrongur. Vit práta við Vivian Sundstein um foreldraleiklutin, tá sonurin trívist best framman fyri telduna. Eisini vitja vit á Elekstron, har FM í esport fer av bakkastokki um eina lítla løtu. Vit práta við Bjarna Due Zachariasen sum skal kappast, og Petur Petersen, sum skal siga frá kappingini online. Av skrivliga samskiftinum sæst, at Mentamálaráðið hevur fingið staðiliga áheitan frá Fíggjarnevndini um at hava neyvt eftirlit við fíggjarligu gongdini og tíðarætlanini. Eftirlitið hjá Mentamálaráðnum sær út til at hava snúð seg um at spyrja Landsverk, um játtanin helt og um tíðarætlanin helt, stendur í frágreiðingini hjá Landsgrannskoðanini. Tó at tann fíggjarligi parturin av byggingini hevur verið sera nógv umtalaður, bæði í Løgtinginum og í almenna rúminum, tykist tað undranarvert, at Mentamálaráðið ikki skal hava sóknast eftir øðrum skjalprógvi fyri at peningurin fór at røkka til alla byggingina, enn at spyrja eina ferð um mánaðin, um stjórin á Landsverki helt, at játtanin fór at halda. Í apríl 2014 minti Mentamálaráðið Landsverk á, at tá ið ráðið fekk játtanina upp á pláss til Marknagilsdepilin, álegði Fíggjarnevndin teimum at fylgja væl við játtanini, soleiðis at ráðið tryggjaði sær, at játtanin fór at halda. Tvær vikur seinni skrivaði landsstýrismaðurin í mentamálum til fyrisitingarstjóran, at hann mælti til at biðja um skrivligar og neyvar upplýsingar um játtanarnýtslu og byggigongd í mun til tær ætlanir, ið vóru lagdar fram, umframt eina neyva meting um tað, sum eftir var at byggja. Ivingarsemið hjá Fíggjarnevndini og hjá landsstýrismanninum í mentamálum í 2014 sær ikki út til at hava rinið við Mentamálaráðið annað enn at ráðið skrivliga hevur mint Landsverk á orðini hjá Fíggjarnevndini um at fylgja væl við játtanini. Advokaturin, Elizabeth Massi Fritz, sigur, at hon fer at gera alt fyri at fáa málið í rættin. 47 ára gamli Assange, sum hevur havt friðskjól á sendistovuni hjá Ekvador í London í sjey ár, varð handtikin hósdagin. Bretska løgreglan tók Assange tíðliga hósmorgunin, og bæði Svøríki og USA vilja hava hann fyri rættin, ávikavist fyri neyðtøku og fyri at hava almannakunngjørt loynilig skjøl. Myndugleikarnir í USA upplýsa, at Assange fær í mesta lagi fimm ára fongsulsrevsing fyri tað sum hann hevur gjørt ímóti amerikanska samfelagnum. Hillary Clinton, sum royndi at gerast forseti seinast, gevur Assange skyldina fyri, at hon ikki varð vald. Tað vóru skjøl hjá Wikileaks, sum vóru orsøk til tað, og tað má Julian Assange standa til svars fyri, sigur hon. Tað er als ikki nøktandi, at landsstýrismaðurin í samferðslumálum og Samferðslumálaráðið ikki hava hildið sínar eftirlitsskyldur mótvegis Landsverki í nóg stóran mun. Hóast ráðið hevur vitað um teir trupulleikar, ið hava verið við at byggja Skúladeplinum við Marknagil, og ikki hevur spurt ella kannað, um tað kundu verið brek innanhýsis hjá Landsverki, hevur Samferðslumálaráðið verið rættiliga passivt og ókritiskt í øllum tíðarskeiðnum, sum tað hevur varðað av Landsverki, skrivar løgtingsgrannskoðararnir. Í frágreiðing sínari sigur Landsgrannskoðanin soleiðis Landsgrannskoðanin ivast í, um Samferðslumálaráðið hevur útint sína eftirlitsskyldu, tá ið ráðið hevur verið vitandi um teir trupulleikar, ið hava verið við byggingini av Skúladeplinum við Marknagil, og ikki hevur spurt ella kannað, um tað kundu verið brek innanhýsis hjá Landsverki, ið er ein stovnur undir málsøkinum hjá Samferðslumálaráðnum. Við nýggjastu umbønini um eykajáttan til skúladepilin í Marknagili, er samlaða rokningin nú komin upp á 728 og eina hálva millión krónur. Á fundinum, sum var í gjár, varð greitt frá virkseminum hjá felagnum seinasta árið, og ársfrágreiðing varð løgd fram. Nevndin varð afturvald. Eysturoyartunnilin er nú komin so langt, at eftir ætlan verður sprongt ígjøgnum móti Rókini í mai og millum Eysturoynna og Streymoynna í juni. Hetta merkir, at í dag er tilsamans 93 prosent av tunlinum boraður, síðani byrjað varð at bora í 2017. Koyrandi verður ígjøgnum Eysturoyartunnilin í desember 2020, skrivar Samferðslumálaráðið. Men Yvirfriðingarnevndin setur eisini sum treyt, at moldgoymsla ikki verður á ætlaða staðnum í Húsavík, og at tilfar ikki verður lagt við vegin millum Húsavík og Dal, áðrenn Tjóðsavnið hevur kannað økið. Eisini sigur Yvirfriðingarnevndin, at arbeiðið skal leggjast soleiðis til rættis, at ein geil, ið er úr Dali og framvið bergholsmunnanum, verður ávirkað minst møguligt. Men, at Yvirfriðingarnevndin gevur loyvi, merkir ikki, at loyvi ikki skal søkjast eftir øðrum lógum, til dømis byggilógini, sigur Yvirfriðingarnevndin. Í fýrsunum var ZZ Top longu ein gamal bólkur við rót í sekstiárunum, men onkursvegna megnaðu teir at endurnýggja stílin eitt nú við at nýta synthesizarar. Tó var tað ikki synth bluesrokkur, tí gittarin hevur allatíðina verið mest eyðkenda ljóðførið hjá ZZ Top. Danmark fer at hjálpa Grønlandi, tá Grønland skal samráðast við Bretland um eina handilsavtalu, eftir Brexit, lovaði danski forsætisráðharrin á ríkisfundinum, sigur KNR. Grønland hevur fleiri avtalur við ES. Millum annað eina, ið tryggjar, at fiskavørur eru Grønlandi sleppa undan tolli, so longi ein nøktandi semja er um fiskarí. Men, sambært veljarakanningunum, fer eingin flokkur at fáa 20 prosent av atkvøðunum, og tað er óvanligt, skrivar finska kringvarpið. DNA kanningar hava nú avdúkað, at ein fyrrverandi lækni í einum sáðbanka í Hollandi ikki fór so øgiliga langt fyri at skaffa donorar. Kanningar vísa, at hann eigur 49 børn. Ein bólkur, sum umboðar reagensglas børn og foreldur teirra, hevur avdúkað, at Jan Karbaat, sum doyði í 2017, brúkti egið sáð, og ikki teir donorar, sum viðskiftafólkini høvdu valt. Úrslitið frá DNA royndunum varð almannakunngjørt í gjár, við loyvi frá einum dómara. Karbaat hevur fyrr viðgingið, at hann er pápi at 22 børnum. Sáðbankin hjá Karbaat varð stongdur í 2009, eftir at tað kom undan kavi, at Karbaat hevði falsað dátur, kanningar og upplýsingar um donorar. Hann skal eisini hava brotið regluna um, at hvør donorur kann lata sáð í mesta lagi til seks børn. Eftir at Karbaat var deyður stevndu fleiri børn og foreldur familjuna hjá Karbaat, tí tey høvdu illgruna um, at tey vóru í familju. Eitt av børnunum líktist Karbaat akkurát. Bólkurin hevur stevnt familjuni hjá Karbaat fyri at fáa atgongd til DNA profilin hjá honum, sum tá var læstur inni í einum pengaskápi. Sambært advokatinum hjá bólkinum, Tim Bueters, skal Karbaat, stutt undan at hann doyði, 89 ára gamal, hava viðgingið, at hann var pápi at meira enn 60 børnum. Advokaturin fyrireikar nú krøv um endurgjald til børnini. Ein umbøn um eina eykajáttan til eina grøna orkuskipan til Marknagilsdepilin í 2016, tóktist heldur at verða ein umbøn um at fáa størri gjaldføri til byggingina av Marknagilsdeplinum. Í 2016 var tøka játtanin til Markngagilsdepilin 120 milliónir krónur. Í mai 2016 varð játtanin í fíggjarlógini lækkað við 17 milliónir krónur úr 41 niður í 24 milliónir krónur. Saman við framfluttari játtan var nýtslan 100,3 milliónir krónur. Í sambandi við viðgerðina av fíggjarlógini fekk Fíggjarnevndin, eftir umbøn, eina dagførda kostnaðarætlan, sum vísti, at møguligt var at halda fíggjarætlanina, um nakrar sparingar vórðu framdar. Í mai 2016 viðgjørdu Mentamálaráðið og Landsverk, at greiða mátti fáast á, hvør grøn orkuloysn skuldi veljast. Tað kann tykjast misvísandi at lækka játtanina, samstundis sum arbeitt verður við at leggja størri útreiðslur í prosjektið, skrivar Landsgrannskoðanin. 15. august 2016 var landsstýrismaðurin komin til, at ein jarðhitaskipan var grønasta loysnin fyri Skúladepilin við Marknagil. Neyðugt var, at fáa materiellu heimildina til vega at halda eina útreiðslu uppá 13,4 milliónir krónur til eina jarðhitaskipan áðrenn ultimo august, annars kundi seinkingin dýrka byggingina og útseta skúlabyrjanina . Í oktober 2016 varð upphæddin í verklagslógini broytt til 523 milliónir krónur, tí grøn hitaloysn við jarðhita og fjarhita skuldi útvegast til bygningin. Fíggjarnevndin mælti 28. oktober 2016 frá at játta pening til støðlingar. Upphæddin bleiv ikki játtað í fíggjarlógini. Tó at biðið varð um, at eykajáttanin skuldi viðgerast við undantaki frá tíðarfreistum í Tinginum í august 2016, vórðu bert slakar 500.000 krónur brúktar til grønar orkuloysnir í 2017 sambært Búskaparskipan landsins, stendur í frágreiðingini hjá Landsgrannskoðaini. Okkara niðurstøða er, at umbønin um eykajáttan var ikki grundað á eina veruliga meting av, at upphæddin til grøna orkuloysn fór at mangla í, fyri at bygningurin kundi gerast liðugur og hitast við grønari orku. Hækkingin líkist heldur einari umbøn um at fáa størri likividitet til byggingina. Tølini fyri haruskjóting í ymsu høgunum í Føroyum eru tøk. Tað er Eyðfinn Magnussen, lívfrøðingur á Fróðskaparsetrinum, sum hevur savnað inn tølini. Tilsamans 5.135 harur vórður skotnar í fj r, og tað er meira enn 1.000 harur færri enn fyrraárið. Tølini eru grundað á tøl frá tilsamans 749 harutúrum í 281 hagapørtum í 79 bygdum kring landið. Sambært yvirliti, sum er kunngjørt í facebookbólkinum, Haruskjóting í Føroyum, vórðu flestar harur skotnar í Kvíggjarhamarshaga í ár. Hagin er frá Lónni og norður móti tjørnuvíksingum og heilt norð móti Sjeyndum. Men sambært nýggjastu veljarakanningunum, fer eingin flokkur at fáa 20 prosent av atkvøðunum á valinum til finska Ríkisdagin í dag, og tað er óvanligt, skrivar svenska kringvarpið. Sosialdemokratarnir, sum hava verið í andstøðu síðani seinasta val, standa til at fáa 19 prosent av atkvøðunum. Veljarakanningin vísur eisini, at nógvir veljarar hava ikki tikið støðu til, hvar tey seta krossin. Formaðurin fyri Sannfinnlendingar, og sum eisini situr í ES tinginum, Jussi Halla aho, sigur við SVT, at fólk skulu velja flokkin, tí Sannfinnlendingar er einasti flokkur, sum kann steðga skaðiligu tilflytingini til Finnlands. Bara trý prosent eru á muni millum Sosialdemokratarnar og Sannfinnlendingarnar. Í seinastu veljarakannignunum er tað Sannfinnlendingarnir, sum hava tikið seg mest fram. Í desember fekk flokkurin átta prosent av atkvøðunum, men í nýggjastu veljarakanningini er undirtøkan tvífaldað. Ein orsøk til tað er, at persónar av útlendskum uppruna eru undir illgruna fyri at hava verið við í fleiri tíggjutals kynsligum brotsverkum móti børnum. Hetta hevur elvt til drúgvt kjak í Finnlandi, skrivar svenska kringvarpið. Sannfinnlendingarnir fáa eftir øllum at døma eitt gott val, men allir aðrir flokkar hava boðað frá, at teir fara ikki í stjórn saman við Jussi Halla aho. Tølini fyri haruskjóting í ymsu høgunum í Føroyum eru tøk. Tað er Eyðfinn Magnussen, lívfrøðingur á Fróðskaparsetrinum, sum hevur savnað inn tøl fyri haruskjóting. Tilsamans 5.135 harur vórður skotnar, og tað er meira enn 1.000 harur færri enn fyrraárið. Tølini eru grundað á tøl frá tilsamans 749 harutúrum í 281 hagapørtum í 79 bygdum kring landið. Sambært yvirliti, sum er kunngjørt í facebookbólkinum, Haruskjóting í Føroyum, vórðu flestar harur skotnar í Kvíggjarhamarshaga í ár. Hagin er frá Lónni og norður móti tjørnuvíksingum og heilt norð móti Sjeyndum. Dysturin ímillum Víking og B36, sum skuldi byrjað klokkan 15. bleiv avlýstur. Dómarin metti ikki at veðurlíkindi vóru nøktandi til ein fótbóltsdyst í Norðagøtu. Í dag vann KÍ 2 0 á NSÍ. Sigurin var hin triðji á rað, og saman við tveimum javnleikum tekur tað KÍ upp á 11 stig, sum er eitt minni enn Skála og B36 hava á fyrsta og øðrum plássi. KÍ fer tó at iðra seg um, at Patrik Johannesen bleiv útvístur fyri tvey gul kort. Hann verður tí ikki við ímóti B36 hósdagin í Gundadali. EB Streymur AB 5 1 2 1 25 minuttir. 1 0 Arnbjørn Hansen 35 minuttir. 2 0 Steffan Løkin 37 minuttir. 2 1 Heri H. Mohr 65 minuttir. 3 1 Niklas Kruse 67 minuttir. 4 1 Arnbjørn Hansen 82 minuttir. 5 1 Magnus Jarnskor Støðan 1. Skála 12 stig 2. B36 12 stig 3. KÍ 11 stig 4. TB 8 stig 5. NSÍ 7 stig 6. HB 6 stig 7. Víkingur 4 stig 8. EB Streymur 3 stig 9. AB 3 stig 10. ÍF 1 stig Ófriðurin byrjaði seinnapartin í gjár, tá høgravendi polittikarin, Rasmus Paludan, skipaði fyri mótmælum ímóti islam. Hann mátti flytast av staðnum, har hann skuldi halda røðu. Politiken skrivar, at 23 fólk eru handtikin. Ófriðurin var ógvusligur, og eldur varð settur á nógvar bilar, eins og mótmælisfólk tveittu grót eftir løgregluni og framdu herverk. Seint í gjárkvøldið breiddi ófriðurin í Keypmannahavn seg eisini til aðrar partar av býnum, har eldur varð settur á fleiri staðni. Í nátt hava nógv løgreglufólk verið í gøtunum í Keypmannahavn. Út ímóti miðnátt vóru yvir 20 eldar í býnum, teir vóru ásettir uppá tveir tímar. Í nøkrum førum vórðu løgreglufólk álopin, so neyðugt var at hava vápnini klár, men einki skot varð kortini latið av, upplýsir løgreglan fyri DR. TV2 skrivaði fyrr í morgun, at neyðugt var hjá løgregluni at brúka táragass, tí eldur var settur á fleiri staðni á Christianshavn. Í morgun er aftur friðarligt í Keypmannahavn, eftir ógvusliga ófriðin í gjár, gjárkvøldið og út á náttina Í ársfrágreiðingini fyri 2018, sum Kærustovnur Føroya hevur gjørt, sæst, at frá 2017 til 2018 eru tilburðirnir av tvingsli øktir við næstum 50 prosentum. Í 2017 var talan um 57 tvingsilstilburðir, meðan hetta talið var 85 í fjør. Orsøkin til, at talið er økt, snýr seg um, at vit javnan uppliva, at sami persónur verður til dømis spentur fastur til songina fleiri ferðir í sambandi við eina innlegging. Ístaðin fyri at lata viðkomandi liggja fastspentan í 14 dagar, velja vit í fleiri umførum at gera fleiri royndir at sleppa viðkomandi sjúklingi leysan aftur, men tá persónurin framvegis ikki er klárur til tað, má hann bindast fastur aftur til songina. Tískil kann ein slík innlegging skjótt telja upp í hagtølunum fyri tvingsilsinntriv, sigur Tormóður Stórá, sum er leiðani yvirlækni á psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum. Í morgunsendingini greiddi hann saman við leiðandi sjúkrarøktarfrøðingi, Eydnu Iversen Lindenskov, um tvingsil og tvingsilsinntriv. Kunngerðin verður vanliga rópt vatnskutarakunngerðin. Uppskotið, sum nú er sent til hoyringar, kemur í staðin fyri tvey uppskot, sum vóru send til hoyringar í juli í fjør. Tá vóru nógvar viðmerkingar um uppskotini. Uttanríkis og vinnumálaráðið hevur lurtað eftir nógvum teirra og hevur gjørt eitt nýtt uppskot um kunngerð. Tó eru bjargingar ella bjargingarvenjingar undantiknar. Í uppskotinum um nýggja vatnskutarakunngerð eru ongar ásetingar um ferð og fjarstøðu úr landi. Bakkafrost selir virkisbygningin og grundøkið, sum fyrtøkan eigur á vestara havnarlagi í Klaksvík. Ætlanin er at byggja nýggja landstøð við Grótrætt, sum er á eystursíðuni, norðan fyri vágna. Landstøðin hjá Bakkafrosti er í virkisbygninginum, sum nú er til sølu. Men loyvið frá kommununi at hava landstøðina har er bara galdandi til á heysti 2020. Ein landstøð er eitt stað, sum alifyritøkan brúkar til at ferðast til alibrúk og frá alibrúkum. Serlig krøv eru til landstøðir fyri at fyribyrgja smittu. Millum annað er hegn uttan um hana, so óviðkomandi ikki sleppa framat. Bakkafrost hevði eina landstøð við ferjuleguna í Klaksvík. Men Heilsufrøðiliga starvsstovan boðaði frá, at hon ikki longur vildi góðkenna støðina, og at Bakkafrost tí noyddist at útvega sær eina nýggja støð. Landstøðin flutti so í Kryvjing, har hon er nú. Grundøkið, sum Bakkafrost selir í Klaksvík, er 3.525 fermetrar og bygningurin er 2.125 fermetrar. Hann er bygdur í 2002. Sunnasti parturin er í tveimum hæddum. Landstøðin er í niðaru hæddini. Tey, sum eru við í sendingini, eru Niels Weihe, Laila Weihe, Elsa Skoubo Jacobsen, Heini Jacobsen, Jóni Johannesen, Jón Nónklett, Turið Petursdóttir, Karin Nónklett Enn er eingin fráboðan um, hví eldur er komin í men gitt verður, at tað kann stavast frá umvælingararbeiðinum, sum fer fram í dómkirkjuni í hesum døgum. Arbeitt verður við at sløkkja eldin, og eitt stórt økið rundan um er avbyrgt. Enn er eingin fráboðan um, hví eldur er komin í men gitt verður, at tað kann stavast frá umvælingararbeiðinum, sum fer fram í dómkirkjuni í hesum døgum. Seinasta ár heitti katólska kirkjan í Fraklandi á fólk um at veita fígging til at bjarga dómkirkjuni, sum tørvaði bráðfeingis ábøtur. Samferðslumálaráðið hevur ikki havt nóg gott eftirlit við mannagongdum á Landsverki, sigur landsgrannskoðarin í frágreiðing um Glasir . Rætting Sagt verður í innslagnum, at løgmaður bar upplýsingar víðari á tingins røðarapalli. Tað er ikki rætt. Upplýsingarnar vórðu bornar víðari í frágreiðing til løgtingsgrannskoðararnar. Christina hevði, sum nógv onnur fólk í París, lagt leiðina framvið Notre Dame í morgun, fyri at síggja sorgarleikin við eygnum eygum. Franski forsetin, Macron, hevur lovað at byggja Notre Dame uppaftur, men hetta fer at taka 10 til 20 ár, væntar Christina Solmunde Michelsen. Gartnarin Haraldur Símunarson Hansen gav í morgun nøkur góð ráð um viðlíkahald av grasvølli, og hann svaraði spurningum frá lurtarum um ymiskt. Epli skulu skjótt setast niður eisini, og Haraldur Símunarson Hansen heldur, at epli kundu verðið sett niður seinni enn 25. apríl, sum er dagurin, har vit seta epli niður sambært álmanakkanum. Seinast í 1920 unum legði Viggo L Lützen inn eina leigutrøð í Norðradali úr festinum Úti í Haga. Síðani bygdi hann hús og fjós, og hann og norska konan Ingegerd fóru undir landbúnað við neytum. Ta fyrstu tíðina høvdu tey sjey neyt. Seinri fingu tey fleiri mjólkkýr. Úrdrátturin, rómi, varð reiddur til Frants Restorff í Havn tríggjar ferðir um vikuna. Eisini høvdu tey kálvar og grísar. Tey fingu seks børn og trý av teimum siga søguna um búreisingina og lívið og arbeiðið á garðinum. Um skúla, el og amerikanararnar á Núgvuni. Eisini hoyra vit tríggjar abbasynir, eina verdóttir og ein verson siga frá. Tað eina kúfóðrið, sum Viggo L Lützen legði inn síðst 1920 unum, vaks nærum á hvørjum ári og kom heilt upp í eini 19 kúfóður. Eftir Ingegerd og Viggo tóku Kára og sonurin Lútje við. Um hetta mundið kom vegasamband, sum lætti um arbeiðið. Eftir tey tóku dótturin Gertrud og maðurin Palli Andreassen við og øktu munandi um garðin. Nú rekur sonur Gertrud og Palla, Ólavur, garðin. Hann hevur keypt Kongshagan, úr festinum Úti í Haga, og hevur nú eisini seyð, 300 í tali, og 40 mjólkneyt. Í sendingini hoyra vit eisini um vandafullar hendingar, og um ross og ríðing, sum hevur verið ein stórur partur av lívinum hjá L Lützens ættini. 22 konsertir vóru á skránni, men á trimum konsertum er Týr kortini ikki á pallinum. Orsøkin er, at spælistøðini, eftir trýst frá Sea Shepherd aktivistum, hava noktað Týr at spæla. Seinast var í Hannover fríggjakvøldið. Har fór bólkurin kortini á pallin og spældi í hálvan annan minutt, áðrenn teir vístu troyggjur við tekstinum, Týr censored. Okkara fjepparar eru vónbrotnir, og teir flestu vilja hava pengarnar fyri atgonumerki aftur, sigur Heri Joensen, sangari og gittaristur. Hetta eru nakrir av Lego bygningunum, sum teir báðir, Helgi Toftegaard og Ren Askham, hava bygt saman við tveimum dønum. Í hesum døgum ber til at síggja bygningarnar í sambandi við eina Lego framsýning í SMS. Vit vóru fyri nøkrum mánaðum síðani í Føroyum og koyrdu runt fyri at finna útav hvørjar bygningar, vit skuldu byggja. Og so varð farið í gongd við at byggja, sigur Ren Askham og vísir á, at serliga Glasir bygningurin hevur verið ein avbjóðing Tá tú skalt byggja við Lego, eru rundir bygningar ein avbjóðing, tí tað, tú byggir við er jú kvadratiskt, leggur Helgi Tofteggard afturat. Í morgunsendingini greiddu teir millum annað frá hesi verkætlanini við føroysku bygningunum úr Lego, og hví teimum dámar so væl at fáast við Lego. FSF og FaroeSoccer hava gjørt eina nýggja stuðulsavtalu fyri 2019, sum umframt vanligan fíggjarstuðul, eisini fevnir um eina ætlan um at skráseta og talgilda gamlar føroyskar fótbóltsmyndir. Fótbóltssamband Føroya hevur frá fyrsta degi stuðlað stóru verkætlanini FaroeSoccer, bæði við at lata tilfar og við beinleiðis fíggjarligum stuðli. Í 2010 kom FaroeSoccer á netið. Hetta er fyrst og fremst nakað, sum verður gjørt í frítíðini, sigur Marni Mortensen, sum tó kundi hugsað at brúkt meira tíð til síðuna. Í løtuni verður arbeitt við at seta andlit á ymsu profilarnar á síðuni, tað veri seg leikarar, venjarar ella dómarar. Higartil eru nakað omanfyri 3.000 andlitsmyndir. Um tú hevur onkra liðmynd liggjandi, so ert tú vælkomin at senda hana, saman við upplýsingum til FaroeSoccer ella FSF, sigur Marni Mortensen at enda. Eitt serstakt eftirlit skal ansa eftir, hvussu PET viðger upplýsingar um fólk. Nýggja lógin skal tryggja, at PET ikki, uttan at hava viðkomandi og sakliga orsøk til tess, savnar, skrásetir ella á annan hátt viðger upplýsingar um fólk, millum annað um teirra politiska virksemi. Uppgávurnar hjá PET í Føroyum fara, eftir at nýggja lógin er sett í gildi, framvegis í høvuðsheitum at samsvara við tær uppgávur, sum PET frammanundan hevur í Føroyum, sigur Løgmansskrivstovan. Men Leigunevndin hevur brúk fyri amboðum fyri at vita, hvørji atlit skulu takast og hvat støðið skal vera, tá Leigunevndin skal gera eina ítøkiliga meting, um ein leiguhækking er rímilig. Men, sigur Leigunevndin, tað ber ikki til at gera metingar, sum byggja á kostnaðarstigið á leigumarknaðinum, tí tað er ikki greinað og eingi hagtøl eru um tað. Leigunevndin skrásetti 60 mál í 2018. Tey 60 málini eru 23 kærur, 26 skrivligar fyrispurningar og 11 onnur mál. Til samanberingar skrásetti Leigunevndin 39 mál í 2017, 20 kærur, 12 fyrispurningar og sjey mál av øðrum slagi. Tað er niðurstøðan hjá Leigunevndini, nú átta mánaðir eru farnir, síðani leigulógin varð broytt soleiðis, at kommunur kunnu skráseta góðkendar leigubústaðir. Fíggjarstýringin hjá Landsverki er eisini nevnd í svarinum hjá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, til Kaj Leo Holm Johannesen, tingmann, um meirnýtsluna í sambandi við, at Landssjúkrahúsið verður útbygt. Eftir søgurnar um skúladepilin í Marknagili vórðu Landsverk og Heilsu og Innlendismálaráðið samd um, at neyðugt varð at hyggja sjúkrahúsverkætlanina ígjøgnum fyri at vita neyvt, hvat var brúkt til hvat. Brúktar er slakar 43 milliónir krónur ov nógv. Heilsu og Innlendismálaráðið hevur áður spurt Landsverk, um játtanin fór at halda, og fekk at vita, at tað fór hon, sigur Sirið Stenberg. Sirið Stenberg sigur, at nakrar fyriskipanir eru settar í verk, sum skulu fyribyrgja óvæntað frávik. Millum annað er innanhýsis eftirlitið hjá Landsverki styrkt. Harumframt eru regluligir fundir millum Landsverk og bygginevndarformannin, har serligur dentur verður lagdur á at fylgja við fíggjarligu gongdini. Landsstýriskvinnan fer eftir páskir at fáa fíggjarligu viðurskiftini lýst. Tað sigur Hanna Jensen, landsstýriskvinna, sum hevar svarað Helga Abrahamsen, tingmanni. Fróðskaparsetrið hevur fingið loyvi frá Mentamálaráðnum at fara undir eina trý ára bachelorútbúgving í løgfrøði. Fróðskaparsetrið arbeiðir við, og ætlar eisini at biðja um góðkenning til embætisprógv í lóg, sum skal verða yvirbygningurin í eini siðbundnari fimmára útbúgving í løgfrøði. Í sambandi við góðkenningina hevur Mentamálaráðið biðið Fróðskaparsetrið tryggja sær, at nýggja útbúgvingin verður góðkend í Danmark, so fólk kunnu fáa starv sum dómarar, advokatar og ákærar í Føroyum á jøvnum føti við tey, sum hava lisið í Danmark. Hetta er tó ein tulkingarspurningur, heldur Fróðskaparsetrið. Danskt og Danmark kann merkja alt ríkið í hesum førinum. Fróðskaparsetrið ásannar tó, sigur Hanna Jensen, at allir myndugleikar eru ikki samdir um hesa tulking. Tí gerst helst neyðugt, at rættargangslógin verður broytt, so eingin ivi er um, at danska løgmálaráðið kann javnseta føroysku útbúgvingina við tær donsku í mun til rættin at virka sum advokatur og dómari. Samferðslumálaráðið hevur givið Landsverki tænastuboð um, at ongar nýggjar byggiverkætlanir við Landsverki sum byggiharra skulu setast í gongd uttan at tær eru góðkendar av Samferðslumálaráðnum. Í fráboðan dagfest tann 22. januar 2019 boðaði Samferðslumálaráðið frá, at ongar nýggjar byggiverkætlanir við Landsverki sum byggiharra verða settar í gongd fyribils, og at hetta var galdandi til nýggj boð komu úr Samferðslumálaráðnum. Samferðslumálaráðið skal við hesum boða frá, at ongar nýggjar byggiverkætlanir við Landsverki sum byggiharra verða settar í gongd, uttan at hesar fyrst eru góðkendar av Samferðslumálaráðnum. At sleppa at vera júst tann tú ert, tykist ofta at vera trupult í Føroyum, tí vit kenna øll hvønn annan og fortíðina hjá hvørjum øðrum. Tí er gott at sleppa burtur av og á, fyri at finna inn aftur til tín egna persón. Tað heldur Sissal Kjartansdóttir Kristiansen í øllum førum. Hon ferðast javnan einsamøll til fjarskotin lond fyri at læra og fáa íblástur Í Keypmannahavn búgva meira enn 10.000 føroyingar, og av teimum eru á leið 1000 lesandi. Keypmannahavn kann tí sigast at vera næst størsti føroyski býurin, og rúmar serføroyskum mentarnar og trúðarumhvørvi. Hetta er fyrsti partur av útvarpssendingini Tað horvna ættarliðið. Hesin parturin snýr um tilveruna hjá føroyskum foreldrum á Oyrasundskollgienum. Leikurin Jesu líðingarsøga er í fýra pørtum, og var gjørdur til barnaútvarpið í 2007. Frits Johannesen skrivaði og Vár Berghamar Jacobsen sigur frá og leggur til rættis. Pauli Magnussen var tøkningur. Sovorðnar tryggar, gamlar konur við turriklæði er stuttsøga úr Miljuløtum, ið Rakel Helmsdal hevur skrivað. Milja er í hesi søguni 10 ár og tað er erin heystarløta. Tað er serliga handilskríggið ímillum USA og Kina, sum er orsøkin til tað, sigur japanski tjóðbankastjórin, Haruhiko Kuroda, við CNBC. Kina hevur kunngjørt gongdina fyri mars. Gongdin vísir, at útflutningurin vaks 14 prosent, men innflutningurin minkaði 7,6 prosent. Tað er júst verjutollur, sum myndar heimshandilin í dag, og tí er vandi á ferð, sigur japanski tjóðbankastjórin. Virðið á partabrøvum er hækkað nógv í ár, men tað heldur japanski tjóðbankastjórin koma av, at íleggjarar vænta eina loysn í handilsstríðnum ímillum USA og Kina. Men samstundis hevur Altjóða Valutagrunnurin lækkað metingina um heimsbúskapin tríggjar ferðir í ár. IMF sigur seinastu metingina byggja á, at viðurskiftini ímillum USA og Kina ikki fara at versna. Verður ein loysn ikki funnin, so kann tað fáa størri ávirkan á gongdina, sigur Haruhiko Kuroda. Hóast tað gongur frægari í Kina, so eru metingarnar, at búskaparvøksturin fyrsta fjórðingsár verður 6,3 prosent, og tað er tað lægsta seinastu 27 árini. Eitt, sum altíð er afturvendandi páskahátíðina, eru eggini. Her verður hugsað um sjokolátaegg og eggini, sum børnini og barnsligar sálir rulla 2. páskadag. Eggini hava altíð verið eitt tekin upp á gróður. Lívið vellir úr egginum, tá skalið brotnar. Og eggið og skalið er eisini eitt súmbol upp á grøvina hjá Jesusi har kemur lív úr, sigur Armgarð Arge, teologur. Nikolaj minnist, at mamman plagdi at fjala egg í havanum, tá hann var barn. Seinni hevur hann sjálvur verið við sínum børnum í Viðey í Íslandi, har tey krógva egg á hvørjum ári. 300 egg verða krógvað ymsastaðni í bygdini, og øll børn eru vælkomin at leita. Tann, sum finnur eitt egg, eigur tað. Summi egg hava eitt tal á, og tey eru serliga virðismikil. Tey kunnu nevnliga býtast um við størri egg. Verkstovurnar eita Challenging the Identity of Sound . Tær eru ætlaðar kvinnum, sum eru áhugaðar í ljóði. Kvinnur, sum eru nýbyrjarar ella tónleikarar og vilja menna sínar teknisku førleikar. Verkstovurnar taka støði í persónligari frálæru í tónleikatøkni, bæði í professionellari heimaútgerð og í professionellum studio, umframt at læra at skilja ljóð á einum palli til live framførslur. Sunneva Háberg Eysturstein er ein av fyriskiparunum, men hon luttekur eisini sjálv í verkstovunum. Sunneva merkir ein stóran áhuga fyri ljóðtøkni og tónleikaframleiðsu millum kvinnur, og tískil valdi Damudomi at skipa fyri hesum tiltakinum. Ein av undirvísarunum er Francine Perry, sum er tónleikari og framleiðari í ORKA og starvast sum ljóðtøkningur í Bretlandi. Hon heldur, at tað kann vera avbjóðandi at vera ein kvinna í einum yrki, har tað eru nógv fleiri menn enn kvinnur. Hon hevur skipað fyri líknandi verkstovum í Bretlandi, og á verkstovunum í Føroyum fer hon at undirvísa allar tríggjar dagarnar. Eftir verkstovurnar verður skipað fyri einari konsert í Perluni, har verkstovutoymið stendur fyri ljóðinum. Enn er ikki vist, nær konsertin verður, tí tað eru páskir og halgidagslógin skal haldast, men tað verður dagført á tiltakssíðuni hjá teimum á Facebook. Sum í ævigum lívæðrasláttri kemur sjófuglurin í fuglabergið í vøkru Hornoy á hvørjum ári. Nú er aftur tíð at reiðrast og bøla. Málið er at fáa ungarnar undan, men avbjóðingarnar eru stórar. Kapping er um bestu plássini, og rovfuglurin liggur framvið. Men ringast av øllum er mattrot. Megnar tann vaksni fuglurin at skaffa nóg mikið av fiski í sjónum, hóast fiskatorvurnar ikki eru har, sum tær plagdu Røðan 5 lærdómar frá lívinum , sum varð hildin á pisufundinum í Viðarlundini í Havn seinasta ár, er kosin at vera tann besta av sínum slag. Eydna Skaale, retorikari, hevur skrivað røðuna, og virðislønina fær hon frá The Professional Speechwriters Association, sum er felagsskapurin fyri yrkisrøðuskrivarar. Átta dómarar, sum øll eru kend og viðurkend fólk í retoriska heiminum, hava mett um innsendu røðurnar, og tá avtornaði, varð tað røðan hjá Eydnu Skaale, ið varð hildin at vera tann besta í flokkinum Røður til próvhandanir . Fyri meg er hetta øgiliga stórt. Tað eru serliga røðuskrivarar í Amerika, sum senda inn til kappingina, tí talan er um ein amerikanskan felagsskap, ið skipar fyri kappingini. Men eisini fólk úr Europa senda inn. Flestu vinnararnir eru úr Amerika, tveir úr Hollandi, og so er tað ein, sum prátaði í plantasjuni í Havn, heldur Eydna Skaale skemtiliga fyri og leggur afturat Hini, sum hava vunnið, eru stjórar fyri stór universitet í Amerika ella stórar felagsskapir, so hetta er rættiliga surrealistiskt, sigur Eydna Skaale. Í morgunsendingini greiddi hon frá sjálvari røðuni, hon skrivaði í sambandi við pisufundin, og hvat tú eigur at leggja teg eftir, tá tú skalt skriva eina røðu til próvhandan. Í gjár fingu føroysk skipini úr 160 upp í 600 tons, russisku skipini úr 100 upp í 400 tons og tey íslendsku fingu úr 200 upp í 400 tons, sambært teimum fráboðanum, sum Vørn hevur fingið. Fundur verður um málið í mai, sigur Eyðun Christiansen. Tá talan ikki er um eitt krav, men bara um eina heimild, er eingin kommuna farin at skráseta góðkendar leigubústaðir. Tað er niðurstøðan hjá Leigunevndini, nú átta mánaðir eru farnir, síðani leigulógin varð broytt soleiðis, at kommunur kunnu skráseta góðkendar leigubústaðir. Niðurstøðan hjá Leigunevndini er tí, at lógarheimildin ongan virknað hevur haft. Men, sigur stjórin í Kommunufelagnum, skrásetingin verður gjørd. Men í eykajáttanaruppskotinum frá landsstýrinum, sum nú er í løgtinginum, og skal til fyrstu viðgerð um eina viku, eru 14 milliónir. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, sigur kortini, at Landssjúkrahúsið hevur fingið tað, sum biðið varð um. Og eingin sparing verður gjørd í ár, sigur hon. Landsstýrið hevur tikið serviðgerðir uttanlands við í umbønina hjá Landssjúkrahúsinum og kemur tí til 29 milliónir krónur í eykajáttan. Men serviðgerðir uttanlands eru ikki við í teimum góðu 28,5 milliónunum, sum Landssjúkrahúsið bað um til raksturin. Í skrivi til Heilsu og Innlendismálaráðið 22. mars sigur Landssjúkrahúsið, at metingin í løtuni er 7,9 milliónir krónur til serviðgerðir uttanlands. Sum skilst er seinasta uppgerðin, ella rokningin, fyri 2018 ikki komin frá Region Hovedstaden enn. Og enn hevur Landssjúkrahúsið onga rokning fingið fyri 2019. Region Hovedstaden hevur boðað frá, at eingin rokning kemur fyrr enn í fyrsta lagi í summar. Landssjúkrahúsið hevur boðað frá, at fæst ikki eykajáttan, góðar 28,5 milliónir krónur, til grundaraksturin, fær tað sera neiligar avleiðingar, serliga fyri sjúklingin og eisini fyri tilgongdina at sameina sjúkrahúsverkið. Seinasta árið eru prísirnir farnir upp í flestu høvuðsbólkunum, upplýsir Hagstovan. Mesti prísvøksturin hevur verið í bólkinum, sum kallast hotell og matveitarar. Eisini er vorðið dýrari at hava hús, tí oljan er vorðin dýrari, sløk sjey prosent. Ravmagn er eisini vorðið dýrari, 6,6 prosent. Og bilar kosta meira nú enn fyri einum ári síðani. Men bensin og diesel eru bíligari. Prísfallið fyrsta ársfjórðing í ár var so mikið stórt, at prísurin fór undir prísin fyrsta ársfjórðingin í fjør. Matvørurnar eru farnar 0,3 prosent upp seinasta árið. Onkri prísir lækka tó. Mesta príslækkingin seinasta árið er í bólkinum, sum kallast innbúgv, húsbúnaður og tílikt, hon er 3,2 prosent. Brúkaraprístalið fyrsta ársfjórðing var 120,0 samanborið við 120,3 fjórða ársfjórðing í fjør. Fyrsta ársfjórðing í fjør var brúkaraprístalið 118,6. Fyrsta ársfjórðingin í ár vóru prísirnir 1,2 prosent hægri enn fyrsta ársfjórðingin í fjør. Útflutt var fyri 305 milliónir krónur meira enn innflutt varð fyri í fjør. Samanborið við 2017 vaks innflutningurin og útflutningurin minkaði í 2018 Men í hesum tíðarskeiði stóð útflutningurin í stað, men innflutningurin vaks tíggju prosent. Munurin er minkaður nógv seinastu árini. Í 2017 var útflutningurin eina milliard og 384 milliónir krónur størri enn innflutningurin. Í 2016 var hann uppaftur størri. Tá var hann ein milliard og 420 milliónir krónur. Elin Bjørg Højgaard var mitt í danska poppmeldrinum í sekstiárunum. Hóast hetta tíðarskeiðið var stutt, eydnaðist henni at liva lívið sum poppstjørna. Bólkurin nevndist The Golden Girls og var mannaður av fýra ungum kvinnum. Fleiri plátur komu frá bólkinum, men føroysku Elin Bjørg eydnaðist bert at vera við á tí fyrstu. Stutt eftir lokna skúlagongd flutti Elin Bjørg Højgaard sum 16 ára gomul til Keypmannahavnar. Ætlanin var at royna eydnuna sum kunstnari . Hon hevði fyrifallandi arbeiði og fór upp í tónleikalívið í stórbýnum. Somuleiðis royndi hon seg til ymsar sangkappingar, og væl bar til. Tað eydnaðist henni at syngja seg til fyrstaplássið í kapping, ið Foreningen Norden skipaði fyri, og somuleiðis kom hon upp í sangkvartettina The Golden Girls. Upphavsmaðurin handan bólkin hevði heilt greiðar ætlanir við hesari kvinnuligu kvartett. Umleið 200 ungar kvinnur høvdu svarað lýsingum hansara í bløðunum, og á heysti í 1964 vórðu fýra røddir útvaldar, og gyltu røddina átti Elin Bjørg Højgaard. Amerikanska sangkvartettin The Andrews Sisters var frymilin, og ætlanin var, at The Golden Girls skuldu sláa ígjøgnum, eisini uttan fyri Danmark. Stílurin var poppur, slagarar og evergreens. Elin Bjørg Højgaard var mitt í danska poppmeldrinum í sekstiárunum. Hóast hetta tíðarskeiðið var stutt, eydnaðist henni at liva lívið sum poppstjørna. Bólkurin nevndist The Golden Girls og var mannaður av fýra ungum kvinnum. Fleiri plátur komu frá bólkinum, men føroysku Elin Bjørg eydnaðist bert at vera við á tí fyrstu. Stutt eftir lokna skúlagongd flutti Elin Bjørg Højgaard sum 16 ára gomul til Keypmannahavnar. Ætlanin var at royna eydnuna sum kunstnari . Hon hevði fyrifallandi arbeiði og fór upp í tónleikalívið í stórbýnum. Somuleiðis royndi hon seg til ymsar sangkappingar, og væl bar til. Tað eydnaðist henni at syngja seg til fyrstaplássið í kapping, ið Foreningen Norden skipaði fyri, og somuleiðis kom hon upp í sangkvartettina The Golden Girls. Upphavsmaðurin handan bólkin hevði heilt greiðar ætlanir við hesari kvinnuligu kvartett. Umleið 200 ungar kvinnur høvdu svarað lýsingum hansara í bløðunum, og á heysti í 1964 vórðu fýra røddir útvaldar, og gyltu røddina átti Elin Bjørg Højgaard. Amerikanska sangkvartettin The Andrews Sisters var frymilin, og ætlanin var, at The Golden Girls skuldu sláa ígjøgnum, eisini uttan fyri Danmark. Stílurin var poppur, slagarar og evergreens. Í Keypmannahavn búgva meira enn 10.000 føroyingar, og av teimum eru á leið 1000 lesandi. Keypmannahavn kann tí sigast at vera næst størsti føroyski býurin, og rúmar serføroyskum mentarnar og trúðarumhvørvi. Hetta er fyrsti partur av útvarpssendingini Tað horvna ættarliðið. Hesin parturin snýr um tilveruna hjá føroyskum listafólkum í Keypmannahavn. 141 síður drúgva frágreiðingin hjá Landsgrannskoðanini er lemjandi lesnaður. Frágreiðingin lýsir Landsverk sum ein stovn við fíggjarligum óskili og út av lagi vánarligari fíggjarstýring. Samferðslumálaráðið verður lýst sum eitt aðalráð, sum einki hevur gjørt fyri at røkja sína eftirlitsskyldu við Landsverki, sum aðalráðið annars hevur evstu ábyrgd av. Og Mentamálaráðið verður lýst sum eitt aðalráð, sum ikki hevur lyft ein fingur fyri at at hava eitt veruligt eftirlit við teimum hundraðtals milliónunum, sum løgtingið hevur játtað aðalráðnum til at byggja ein skúladepil fyri, og aðalráðið síðani hevur latið Landsverk umsita fyri seg. Heldur ikki politiska skipanin sleppur undan. Landsgrannskoðanin staðfestir, at so seint sum í fjørsummar ber løgmaður eitt villeiðandi svar frá sínum landsstýrismanni í samferðslumálum víðari til løgtingsgrannskoðararnar. Samanumtikið vísir kanningin, at vantandi virðingin fyri grundleggjandi reglum um stýring og eftirlit, hevur verið atvoldin til, at tey tøl, ið Landsverk hevur lagt fyri Mentamálaráðið, og sum Mentamálaráðið hevur váttað fyri Fíggjarmálaráðnum, hava ikki verið røtt. Tað hevur gjørt, at landsroknskapurin, ið Løgtingið hevur samtykt, hevur ikki verið rættur. Eftirlitið við fíggjarliga partinum av verkætlanini hevur stórt sæð ikki verið til staðar. Í fyrstu sendingini um Hip Hop tónleik hjá Róari Mørkøre Hansen varpar hann ljós á West Coast Hip Hop, sum, saman við East Coast Hip Hop, er ein av tveimum høvuðssjangrum innan Hip Hop. Løgmaður kann ikki liva við lemjandi atfinningunum frá Landsgrannskoðaranum í sambandi við frágreiðingina um byggingina av skúladeplinum í Marknagili. Byggingin av skúladeplinum í Marknagildi er ikki bara Føroya størsta byggiverkætlan nakrantíð, hon er eisini ein tann størsta politiskan gølan í føroyum nakrantíð. Byggingin fór heilt av sporinum og er endað við at kost landskassanum og harvið føroysku skattgjaldarunum 337 milliónir krónur meir enn ætlað. Skúladepilin í Marknagildi kostaði ikki 391 milliónir krónur sum ætlað, men 728 milliónir krónur. Bárður á Steig Nielsen, formaður í bæði Sambandsflokkinum og fíggjarnevndini, er ikki so avgjørdur. Meðan Jacob Vestergaard heldur, at vánaliga handfaringin av byggingini skal fáa avleiðingar fyri sitandi samgongu, so tykist Bárður á Steig Nielsen meira áhugaður at hyggja frameftir. Hann heldur, at tað er neyðugt at tryggja sær, at nakað líknandi, sum byggigølan í Marknagili ongantíð, hendir aftur. Jacob Vestergaard hevur sjálvur sitið sum landsstýrismaður og ásannar, at landsstýrisfólk ikki skulu fara niður í smálutir í øllum málum, men byggingini av skúladeplinum í Marknagili er ikki nakað vanligt mál, heldur hann. Eitt ótal av ávaringum um, at alt ikki ruggaði rætt í Marknagili, áttu at fingið avvarandi landsstýrisfólk og løgmann at havt eftirlit við fíggjarstýringini. Minst 29 fólk eru deyð í eini bussvanlukku á portigisisku feriuoynni, Madeira, í gjárkvøldið, skriva tíðindastovurnar hjá Ritzau og Reuters. Øll tey deyðu í bussvanlukkuni eru týsk ferðafólk, sigur lokali borgarastjórin við tíðindastovurnar. Sambært borgarastjóranum eru øll tey deyðu úr Týsklandi, men tað er ikki óhugsandi, at onnur eisini eru deyð í bussvanlukkuni. Portugisiski forsetin, Marcelo Rebelo de Sousa, sigur hinvegin sambært portugisiska miðlinum, SIC Notícas, at millum tey deyðu eru eisini fólk úr Portugal, men at tey flestu eru úr Týsklandi. Týska sendistovan upplýsir sambært tíðindastovuni, AFP, at týskarar eru millum tey deyðu, men sendistovan upplýsir ikki, hvussu nógv fólk talan er um. Danska uttanríkisráðið boðaði seint í gjárkvøldið frá, at ráðið ikki hevði fingið fráboðan um, at donsk ferðafólk høvdu verið við í vanlukkubussinum. Bussurin fór eftir øllum at døma út av vegnum í brattlendi, eystan fyri Funchal, høvuðstaðin í landspartinum Madeira, sigur lokali borgarastjórin. Fólk á staðnum siga, at veðrið var gott, tá bussvanlukkan hendi tíðliga í gjárkvøldið. Myndugleikarnir kanna nú, hví bussvanlukkan hendi. Lokalu myndugleikarnir upplýsa sambært týsku heimasíðuni hjá Bild, at tað vóru 17 menn og 11 kvinnur, sum doyðu í bussvanlukkuni í gjárkvøldið. 103 fólk hava søkt inn á Fróðskaparsetrið gjøgnum kvotu 2. Freistin varð á miðnátt 15. apríl. Møguleikin at søkja inn eftir kvotu 2 er fyri umsøkjarar, sum søkja inn til bachelorlestur. Tað er til teirra, sum antin ikki hava nóg høgt miðalpróvtal í gymnasiala miðnámspróvnum til at verða upptikin gjøgnum kvotu 1, til teirra, ið hava útlendsk miðnámsprógv ella teirra, ið ikki hava miðnámsprógv, skrivar Setrið á heimasíðuni. Flestu umsóknirnar eru til sjúkrarøktarfrøði, tí 36 umsóknir eru komnar til ta útbúgvingina. 29 umsóknir eru til pedagog, og 20 til lærara. Tað er ikki gravgangur eftir starvinum, sum býarverkfrøðingur hjá størstu kommununi í landinum. Tí má kommunan nú søkja eftir býarverkfrøðingi umaftur. Tórshavnar kommuna søkti í mars eftir nýggjum býarverkfrøðingi. Men tá umsóknarfreistin var farin 25. mars, vóru bara tríggjar umsóknir komnar inn til starvið. Tað er ikki vanliga ein trupulleiki, tá vit søkja eftir fólki, men tað vísir seg at vera trupult, at fáa fólk til tey teknisku størvini hjá okkum, sigur Bjørgfríð Ludvig, kommunustjóri. Heini Eysturoy var býarverkfrøðingur fram til ársskiftið, og síðani tá hevur tekniski stjórin í kommununi, Marius M Müller, fyribils røkt starvið, sum býarverkfrøðingur. Tá kommunan lýsti starvið leyst fyri tveimum árum síðani, var áhugin heldur størri tá søktu fimm fólk starvið, sum býarverkfrøðingur. Umsóknarfreistin er nú sett til 1. mai. Í Keypmannahavn búgva meira enn 10.000 føroyingar, og av teimum eru á leið 1000 lesandi. Keypmannahavn kann tí sigast at vera næst størsti føroyski býurin, og rúmar serføroyskum mentarnar og trúðarumhvørvi. Hetta er síðsti partur av útvarpssendingini Tað horvna ættarlðið. Hesin parturin snýr seg um serføroyska trúarlívið í Keypmannahavn. Russland frágreiðingin frá serliga ákæranum, Robert Mueller, verður eftir ætlanini kunngjørd í dag, upplýsir amerikanska løgmálaráðið, sambært tíðindastovuni Ritzau. Samanskrivaða frágreiðingin skuldi eftir ætlanini sendast Kongressini í dag, og eisini kunngerast fyri almenninginum í USA, sigur Kerri Kupec, talskvinna hjá løgmálaráðnum. Fyrrverandi FBI ovastin, Robert Mueller, varð í farna mánað liðugur við frágreiðingina, sum til samans er umleið 400 síður til longdar. Frágreiðingin fríkendi Donald Trump og hansara stuðlar í at samstarva við Russland um at ávirka valúrslitið til egnan fyrimun á forsetavalinum í 2016. Tað kom fram tá, at Robert Mueller ikki vildi taka støðu til, um ákæra skal reisast móti Donald Trump fyri at royna at forða kanningararbeiðinum. Tá gingu bara fýra dagar frá Mueller og hansara fólk komu við frágreiðingini til løgmálaráðharrin kom við sínum samandrátti av frágreiðingini. Nógvir demokratar vórðu bilsnir um, at løgmálaráðharrin, Barr, eftir so stuttari tíð kundi koma við teirri niðurstøðuni, at forsetin og fólk hansara einki skeivt høvdu gjørt. Demokratarnir halda, at løgmálaráðharrin, William Barr, skundaði sær til eina niðurstøðu, sum var til fyrimunar fyri amerikanska forsetan, Donald Trump. Seinastu vikurnar hevur eitt toymi í løgmálaráðnum gjøgnumgingið frágreiðingina hjá Mueller, fyri at strika útyvir upplýsingar, sum kunnu metast at vera ov viðkvæmar fyri almenningin. Vit hava merkt ein vaksandi áhuga fyri føroyaleiðini, síðani vit fingu góðkenning, at brúka RNP tøknina, sigur Mariam Skovfoged, kunningarstjóri hjá SAS. Tað hevur onkuntíð verið langt ímillum tey ferðafólkini á føroyaleiðini, ið heldur hava sett seg í flogførini hjá SAS enn hjá kappingarneytanum, Atlantic Airways. Meðan flogførini hjá SAS stundum hava verið meira tóm enn full á føroyaleiðini, síðani felagið byrjaði flúgvingina fyri tveimum árum síðani, broytist hetta nú so líðandi. Føroyingar hava annars aftrað seg við at flúgva við SAS á føroyaleiðini, tí flogfelagið hevur avlýst fleiri túrar, tá flogførini ikki fingu sett seg í Vágum. Vit seldu fleiri ferðaseðlar beinanvegin, tá vit fingu góðkenning at brúka RNP tøknina í Føroyum, sigur Mariam Skovfoged, kunningarstjóri hjá SAS. Í vetur fekk flogfelagið, SAS, góðkenning, at brúka innflúgvingarskipanina RNP. Hetta merkja tey nú eisini væl hjá skandinaviska flogfelagnum. Í løtuni flýgur SAS fýra túrar á føroyaleiðini um vikuna. Flogfelagið ætlar kortini at hækka túratalið í summar, tá summarferðaætlanin kemur í gildi. Enn er ikki greitt, hvussu nógvar túrar flogfelagið fer at flúgva til og úr Føroyum, tá summarflúgvingin er av, sigur kunningarstjórin hjá SAS. Vit vóna, at selja fleiri ferðaseðlar á føroyaleiðini tá heystið og veturin koma, tí tað er serliga tá, vit hava avbjóðingar, sigur Mariam Skovfoged. Tað segði amerikanski løgmálaráðharrin, William Barr, á tíðindafundi í Washington í dag, beint áðrenn hann almannakunngjørdi redigeraðu útgávuna av frágreiðingini hjá Mueller. Hann legði dent á, at Hvítu húsini hava samstarvað til fulnar við Mueller. Mueller hevur kannað, um Russland møguliga ávirkaði forsetavalið í USA í 2016. Sambært William Barr, royndi Russland at ávirkað valið, men tað var tó hvørki í samstarvi við valstríðið hjá Donaldi Trump ella við nakran annan amerikanskan aktør, sigur Barr. Barr segði á tíðindafundinum, at 10 tilburðir eru kannaðir fyri at fáa staðfest, um Trump skal hava forðað Mueller at gera frágreiðingina. Og í hesum sambandi segði løgmálaráðharrin m.a, at tað hevur týdning at skilja, hvussu óður forsetin var um kanningina, sum hann av sonnin helt undirgrava sítt embæti. Barr segði, at hann sjálvur og varamaður sín, Rod Rosenstein, persónliga hava gjørt ta niðurstøðu, at hóast Trump var ørkymlaður og óður um Mueller kanningina, so var einki av tí, sum forsetin gjørdi brotsverk. Almenna og redigerða útgávan av Muellerfrágreiðingini er løgd á heimasíðuna hjá amerikanska løgmálráðnum í dag. Dan Petersen, formaður í ÍF, sigur við útvarpið í dag, at teir longu hava tosað við onkran, og vóna at nýggjur venjari er settur áðrenn 7. umfar í Betri Deildini hjá monnum skal spælast. Fyrsta uppgávan hjá ÍF uttan Jógvan Hendrik Samuelsen sum venjara verður longu nú klokkan 19, tá ið NSÍ tekur ímóti ÍF við Løkin í Runavík. Sambært listanum virkar pressufrælsið best í Noregi, nummar tvey er Finnland, sum annars var á ovasta plássi í fjør. Á triðja plássi er Svøríki. Og hyggja vit at hinum norðurlondunum, so liggur Danmark á 5. plássi og Ísland á 14. plássi. til dømis í Fraklandi, sum liggur á 32. plássi, har mótmælistiltøkini hjá Gulu Vestunum hava borið í sær, at journalistar, sum hava dekkað mótmælistiltøkini ikki tora at arbeiða uttan lívverju. Pressufrælsið hevur ovurstóran týdning, tí journalistar viðgera samfelagið. Grundalagið fyri pressufrælsinum er, at tað skal bera til at kjakast, kunna og viðgera. Hóast klaksvíkingar bara høvdu eitt stig eftir at tvey umfør vóru spæld, hava teir nú av álvara funnið formin við fýra sigrum á rað. ÍF var uttan nakran venjara á vitjan í Runavík í kvøld. Tað sá eina løtu út sum, at ÍF fór at fáa stig, eftir at teir løgdu seg á odda í fyrra hálvleiki. ÍF hava bert fingið eitt stig nú 6. umfar er avrunda. Upp til dystin í dag valdi felagi, at senda venjarin Jógvan Hendrik Samuelsen til hús. HB AB 4 3 2 1 14 minuttir Símun Samuelsen 1 0 32 minuttir Bárður Olsen 1 1 45 minuttir Magnus Egilson 2 1 46 minuttir Bjarki Nielsen 2 2 50 minuttir Adrian Justinussen 3 2 57 minuttir Filip í Liða 3 3 72 minuttir Adrian Justinussen 4 3 Støðan 1. KÍ 14 stig 2. Skála 12 stig 3. B36 12 stig 4. NSÍ 10 stig 5. HB 9 stig 6. TB 8 stig 7. Víkingur 7 stig 8. EB Streymur 6 stig 9. AB 3 stig 10. ÍF 1 stig Støddin á landinum er ikki avgerandi fyri, um eitt land eigur at gera nakað við hóttandi veðurlagsbroytingarnar, sum liggja fyri framman, ella ikki. Tað sigur Michael Svarer, sum umframt at vera professari í búskapi við lærda háskúlan í Aarhus, eisini er formaður í danska búskaparráðnum, við Danmarks Radio. Í grein, sum stendur at lesa á dr.dk verður hann endurgivin fyri at siga, at sjálvt um Danmark er eitt elalítið land í heimsumfatandi veðurlagshøpinum, so eigur Danmark at ganga á odda fyri at gera nakað við upphitingina av jørðini. Tað er tørvur á, at vit gera nkaað í heimshøpi, og tað er eisini tørvur á, at vit gera nakað í Danmark. Vit hava nakrar skilagóðar skyldur mótvegis ES og tær skulu vit liva upp til, og tað skulu vit gera samfelagsliga skilagott, sigur Michael Svarer. Tí mælir hann til, at veðurlagsbroytingarnar skulu longur upp á listan yvir evnir, sum kjakast skal um í samband við fólkatingsvalið, sum stendur fyri durum. Veðurlagið eru ein av størstu hóttanunum móti danska búskapinum. Veðurlagið er ein avbjóðing fyri heimsbúskapin og samfelagið sum heild, og CO2 útlátið og jarðarhitin økist alt ov skjótt, sigur hann við dr.dk. Formaðurin í danska búskaparráðnum slær fast, at tað er uppgávan hjá politisku skipanini at raðfesta, hvørji stig skulu takast fyrst, men hann mælir til, at byrjað verður har, sum lættast er at sleppa framat. Sambært Michael Svarer er tað í landbúnaðinum. Hyggja vit at, hvat er bíligast, so skulu vit hyggja eftir landbúnaðinum, til dømis í samband við flutning, sum longu er regulerað rættiliga nógv. Í landbúnaðinum skulu vit eisini minkað nýtsluna og útlátið av køvievni, og tá vit gera tað, lækkar vakstrarhúsútlátið av sær sjálvum. Tað vil siga, at tað er ein samfelagsbúskaparligur vinningur í at gera nakað við vakstarhúsútlátið í landbúnaðinum, sigur hann. Í hesum valskeiðnum hevur verið tosað nógv um útlátið frá flutningsídnaðinum, og nú verður arbeitt fram ímóti at steðga søluni av bensin og dieselbilum í 2030, og ein andstøðuflokkur hevur kravt, at bensinprísurin skal hækkast við 69 oyrum. Samstundis hevur landbúnaðurin sjálvur fingið ábyrgdina av at lækka sítt útlát, uttan at tað hevur eydnast, og tí heldur Michael Svarer, at politikararnir eiga at gera nakað við landbúnaðarøkið, og bíða við bilunum eina tíð. Samfelagsbúskaparliga eru bilarnir longu undir strongum reglum, serliga fólkaflutningurin, og tí verður ein eyka lækking dýrari at røkka samfelagsbúskaparliga. So sæð ígjøgnum tær brillurnar eru grundgevingarnar fyri at hyggja at landbúnaðinum góðar og tað eru tær eisini fyri at hyggja at øðrum sektorum, sigur formaðurin í danska búskaparráðnum við dr.dk. Síðst í hesum mánaðinum verður toppfundur millum russiska forsetan, Vladimir Putin, og norðurkoreanska leiðaran, Kim Jong un. Tað visti heimasíðan hjá Danmarks Radio at siga frá í gjár við Ritzau Reuters sum keldu. Tað verður fyrstu ferð, at teir báðir leiðararnir hittast, men í løtuni er ikki greitt, hvønn dag fundurin verður. Putin hevur eina ferð til Kina á skránni seinni í hesum mánaðinum, og tí ivast altjóða miðlar, sambært tíðindastovuni AP í, um fundurin millum Putin og Kim Jong un verður hildin í russiska havnabýnum Vladivostok, sum ikki er so øgiliga langt frá norðurkoreanska markinum Fráboðanin um fundin millum russiska og norðurkoreansku leiðararnar kemur samstundis sum amerikanski forsetin, Donald Trump, stríðist við at fáa í lag eina avdubbingaravtalu við Norðurkorea. Donald Trump og Kim Jong un hittust í Vietnam fyrr í ár, men tann fundurin var úrslitaleysur. Fyrsti fundurin millum amerikanska forsetan og norðurkoreanska leiðaran var í Singapore í fjør, men heldur ikki tann fundurin gav tað úrslit, sum ætlanin var. Ístaðin kom ein veik fráboðan um, at málið var, at eingi kjarnorkuvápn skulu vera á koreansku hálvoynni. Tað er tó ikki heilt óhugsandi, at teir báðir fara at hittast aftur. Í síðstu viku visti norðurkoreanska tíðindastovan, KCNA, at siga frá, at Kim Jong un er opin fyri einum nýggjum toppfundi við amerikanska forsetan. Okkurt bendir á, at seinastu seks evnini úr cannabis plantuni, sum eru partar av donsku royndarskipanini við cannabis heilivági men framvegis ikki eru loyvd í Føroyum, verða lóglig í næstum. Trivnaðarnevndin umrøðir kannabisheilivágin týsdagin, og Siri Steenberg, landsstýriskvinna, er biðin um at møta á fundi klokkan tvey tann dagin. Í løtuni fáa 61 føroyingar heilivág frá cannabis plantuni. Heilivágurin hevur allatíðina verið lógligur men tað var ikki fyrrenn kjakið um kannabis tók seg upp í fjør, og landsapotekarin gjørdi vart við støðuna, at føroyingar funnu útav, at teir kunnu biðja um kannabis heilivág. Í fjør vórðu sjey ymisk sløg av kannabis heilivági latin føroyingum men enn eru seks sløg, sum eru úrdráttir úr turkaða toppskotinum av kannabisplantuni, sum ikki standa á listanum hjá landsapotekaranum og tí ikki eru loyvd í Føroyum. Eg ætli mær sjálvandi at umrøða tað við trivnaðarnevndina, sigur Siri Stenberg, sum vil hava vissu fyri, at hon hevur uppbakning í samgonguni, áðrenn hon lýsir evnini lóglig við kunngerð. Andstøðan mælir til at samtykkja uppskotið hjá Jenisi av Rana og lata Føroyar gerast partur av donsku royndarskipanini við kannabis heilivági. Hinvegin mæla samgonguumboðini til, at landsstýriskvinnan í heilsumálum lýsir tey írestandi seks bannaðu kannabisheiliváginum at vera lóglig. Skírisdag vóru fyrru finalurnar í flogbólti leiktar í Stórhøllini á Hálsi í Havn. Hjá kvinnunum vóru tað Fleyr og SÍ, sum høvdu leikt seg í finaluna. Fleyr var klárt sterkasta liðið í fyrsta parti av landskappingini, men sum endin av kappingarárinum nærkaðist, gjørdist SÍ ein alsamt størri hóttan móti verandi føroyameistarum. Eitt skifti yvirtóku sørvágskvinnur eisini oddasessin í kappingini. Tá avtornaði var Fleyr tó ovast í landskappingini, tá grundspælið var liðugt, og tað var eisini endin av fyrra finaluni, tá hon varð leikt í gjár. Men tað skuldu fimm spennandi sett til, áðrenn dysturin koppaði til fyrimuns fyri Fleyr. SÍ byrjaði best og vann 1. sett, men Fleyr kom aftur íaftur beinanvegin. Í triðja setti sá einki út hjá Fleyr í byrjanini, men eisini tá fótaði liðið sær, og við eitt sá út til, at føroyameistararnir fóru at leggja seg á odda. Men so raknaði SÍ við aftur og tær stríddu seg til sigur í triðja setti, sum endaði 30 28. Tey bæði næstu settini vann Fleyr, sum tí eisini vann fyrra finaludystin. Tað seinasta settið, sum annars verður spælt upp í 15, endaði 21 19. Tað skulu vera tvey stig á muni, tá settið endar, og tað hendi ikki fyrr enn Fleyr kom upp á 21 stig. Settúrslitini í dystinum vóru annars 23 25, 25 20, 28 30, 25 23 og 21 19. Enn er tó einki avgjørt um, hvør vinnur meistaraheitið. SÍ hevur ein kjans afturat í morgin, páskaaftan, og vinna tær hann, skal alt avgerast við einum gyltum setti, har tað verður spælt upp til 15. Dysturin hjá kvinnum páskaaftan byrjar klokkan 17, og verður stroymdur á heimasíðuni hjá KvF Eingin hevði roknað við øðrum enn, at Mjølnir fóru at vinna fyrru finaluna. Og tað var júst tað sum hendi. Tað, sum kanska kom óvart á var, at klaksvíkingar bara vunnu við trimum settum móti einum og at trý tey fyrstu settini gjørdust so jøvn, sum tey gjørdust. Mjølnir hevur havt eitt serliga gott kappingarár í ár. Liðið vann allar sínar dystir fram til byrjanina av mars mánaði, og hevur verið klárt tað besta liðið í landskappingini, har klaksvíkingar endaðu meira enn 20 stig frammanfyri Fleyr, sum teir nú hitta í finalunum. Tann fyrri dysturin var leiktur í gjár, skírisdag, og hann endaði við 3 1 sigri til Mjølnir. Settmunurin var 29 27, 23 25, 27 25 og 25 19, og tað vil siga, at munurin millum liðini var minni enn hann annars hevur verið. Fyri Mjølnir hevur sigurin í gjár tað við sær, at liðið nú er so tætt uppá sum nakrantíð at vinna meistaraheitið aftur, fyri fyrstu ferð síðan 2004. Tað vil siga, at klaksvíkingar standa á gáttini til at vinna sítt fyrsta meistaraheiti í 15 ár. Hjá Fleyr er støðan lítið mætari í so máta. Seinast Fleyr var meistari var í 2006, og tað vil siga, at tað eru 13 ár síðan Fleyr hevur vunnið meistaraheitið seinast. Hesi árini síðan 2006 eru tað bara ÍF og SÍ, sum hava vunnið. ÍF hevur vunnið FM sjey ferðir síðan 2006 og SÍ fimm ferðir. Seinna finalan millum Mjølnir og Fleyr verður í Stórhøllini á Hálsi í morgin, páskaaftan, klokkan 15. Endar tann dysturin við, at Fleyr vinnur, so skal finalan avgerast við einum gullsetti, sum verður leikt eina løtu eftir, at finaludysturin er liðugur. Kringvarpið stroymir finaluna hjá monnum á heimasíðuni í morgin. 16 umsóknir vóru komnar inn til bachelor útbúgvingina í løgfrøði, tá umsóknarfreistin til kvotu tvey var farin á midnátt mánadagin. At 16 kvotu 2 umsóknir eru til løgfrøðilestur vísir á ein stóran áhuga fyri hesi útbúgving, skrivar Fróðskaparsetrið sum viðmerking á heimasíðuni. Orsøkin er, at masterútbúgvingin, sum er, ikki kann nýtast í Føroya Rætti. Orsøkin er danska rættargangslógin, sum sigur, at einans danskt kandidatprógv kann nýtast til at virka sum advokatur ella dómari. Bæði rektarin á Fróðskaparsetrinum og landsstýriskvinnan í útbúgvingarmálum vænta tó, at rættargangslógin er broytt um fimm ár, tá fyrstu lesandi fáa føroyska kandidat prógvið í løgfrøði. Nøkur av útlendsku ferðafólkuum, sum koma til Føroya næsta vikuskiftið at arbeiða ókeypis fyri føroysku ferðavinnuna, fara til Vágs at gera gøtuna niðan til kikaran á Eggjunum. Ein partur av arbeiðinum restar tó í, tí ein gøta skal gerast frá vegnum niðan til kikaran. Hetta arbeiðið koma 10 volontouristar at gera leygardagin, skrivar Vágs Kommuna. Heitið volontourisma gjørdist kent í Føroyum fyrr í ár, tá Visit Faroe Islands lýsti við nýggja ferðavinnuátakinum, sum verður síðsta vikuskiftið í apríl, tá løgmaður kunngjørdi á enskum, at hann steingir oyggjarnar fyri vanligari ferðavinnu. Ístaðin kundu útlendingar søkja um at koma til Føroya at hjálpa føroyingum at bøta um ymsa staðni, har ferðavinnan hevur sett síni spor. Í samstarvi millum Vágs kommunu, Visit Faroe Islands, Suðuroyar Ferðavinnufelag og privatir stuðlar er hetta nú komið í lag, soleiðis at ein inngyrdur pallur er gjørdur og kikarin settur upp uppi á Eggjunum. Eggjarnar eru millum allarmest vitjaðu støð í Suðuroynni og lítið er at ivast í, at nýggi kikarin fer at draga enn fleiri fólk til sín. Vegurin niðan á Eggjarnar er tó nakað slitin og av somu orsøk verður í komandi viku farið undir at gera ábøtur á vegin, skrivar kommunan. Vandi er fyri at týðandi upplýsingar ikki eru tøkar í málinum um Marknagilsdepilin, tí samskiftið millum leiðandi starvsfólk og stjórar í fleiri førum ikki er journaliserað, hóast tað átti at verið journaliserað. Um samskiftið ikki verður journaliserað kunnu týðandi upplýsingar liggja í teldupostkassum hjá starvsfólki, sum ikki eru í starvi longur. Er talan um stjórar, kann tað vera sera trupult, fyri ikki at siga ógjørligt, at fáa fatur á tílíkum skjalatilfari, skrivar landsgranskoðarin, sum heldur at talan í stóran mun er um vantandi virðing fyri fyrisitingarreglum og journalreglum. Sum heild hevur verið torført at hildið avtalur millum Landsverk og Mentamálaráðið, stendur í frágreiðingini hjá landsgranskoðaranum. Sum dømi tekur hon, at tað tíðliga i viðgerðini av skúladeplinum í Marknagili var ætlanin at greiðir karmar skuldu gerast um stýringina av verkætlanini. Tí gjørdi Mentamálaráðið eitt upprit til landsstýrisamannin í 2010, sum byggiverkætlanin skuldi stýrast eftir. Í stýrisbólkinum skuldi leiðslan í Mentamálaráðnum og Landsverki vera, og í samstarvsbólkinum skuldu limirnir í stýrisbólkinum umframt landsstýrismaðurin í mentamálum og leiðslan í Tórshavnar Kommunu vera. Sum fráleið runnu stýrisbólkur og samstarvsbólkur saman og seinni í verkætlanarskeiðinum vórðu stýrisbólkafundir partur av regluligu samstarvsfundunum sum Landsverk og Mentamálaráðið høvdu um allar byggiverkætlanir hjá ráðnum. Í sama viðfangi nevnir Landsgranskoðarin at Landsverk gjørdi eitt uppskot til ábyrgdar , heimildar og arbeiðsbýtið millum aðalráðið og Landsverk í 2012, sum ongantíð varð sett í verk. Í 2017 fimm ár seinni sendi Landsverk Samferðslumálaráðnum eitt uppskot til leiðreglur fyri samskifti og kunning til aðalráðini við Landsverki sum byggiharra og sendi samstundis eitt dagført eintak av samstarvsavtaluni frá 2012. At enda viðmerkir hon, at aðalráðini á nógvum øðrum førum leggja samstarvið um ábyrgd og samskifti í formaliseraðar avtalur og at tað ber til at hava eitt útgangsstøði fyri samstarvi sum kann viðgerast og fáast at virka optimalt, um viðurskiftini eru formaliserða við eini avtalu. Føroyski stórmeistarin, Helgi Dam Ziska, vann bæði føroyameistaraheitið og altjóða kappingina, sum var í sambandi við, at FM kappingin fyri einstaklingar var avgjørd í gjár. Helgi Dam Ziska lat ongan iva verða um, at hann var sterkasti telvarin í kappingini. Hann vann fýra talv, meðan trý endaðu við javnleiki. Olaf Berg var einasti telvarin, ið kundi fáa Helga Dam Ziska aftur í kappingini um føroyameistaraheitið. Talvið teirra millum gjørdist tískil ein finala um FM. Men stórmeistarin telvaði væl við svarta fólkinum og vann sannførandi. Hetta var fimta FM heitið hjá Helga Dam Ziska og hansara triðja á rað. Endaliga støðan í FM bólkinum 1. GM Helgi Dam Ziska, HT 2540 5 stig 2. FM Drazen Dragicevic Svøríki 2334 5 stig 3. GM Normunds Miezis Lettland 2468 5 stig 4. FM Hans Kristian Simonsen, KT 2147 3 stig 5. FM Olaf Berg, HT 2212 3 stig 6. GM Carsten Høi Danmark 2354 3 stig 7. FM Carl Eli Samuelsen, HT 2196 2 stig 8. Sjúrður Thorsteinsson, HT 2228 stig Løgreglan í Norðurírlandi hevur handtikið tveir ungar menn í sambandi við drápið á journalistin Lyra McKee, hóskvøldið, upplýsir løgreglan sambært BBC og Reuters tíðindastovuni í dag. Løgreglan heldur, at ein bólkur, sum kallar seg The New IRA, stendur aftanfyri ófriðin hóskvøldið. Handtiknu menninir eru 18 og 19 ára gamlir. Teir hava tilknýti til bólkin, sum er sprottin úr gamla yvirgangsfelagsskapinum IRA, og sum í fleiri førum hevur fingið gamlar ósemjur at kykna upp aftur seinastu árini. Menninir eru ákærdir eftir lóg um yvirgang, sigur løgreglan. Lyra McKee varð koyrd á sjúkrahúsið, men doyði av løstunum. Tað var helst ikki tilætlað, at hon var rakt, heldur løgreglan. Eftir páskir ber til at søkja um pláss á nýstovnaða eftirskúlanum í Suðuroynni, Føroya Eftirskúla. Skúlin, ið er á Tvøroyri, hevur verið í umbúna í fleiri ár, og í august verður klárt at taka ímóti fyrstu næmingunum. Sekstan sleppa inn fyrsta skúlaárið. Allir næmingarnir skulu taka lut á serstakari føroyabreyt, har vitjast skal á øllum 18 oyggjunum í Føroyum. Eisini er films og sjónleikarabreytin kravd, og verður tvinnað saman við føroyabreytini. Aðrar breytir, ið veljast kann ímillum, eru E ítróttarbreyt, sjóvinnubreyt, køksbreyt og íverksetara og miðlabreyt. Føroyar skal hýsa EM flogbóltskapping fyri smátjóðir í heyst. Føroysku flogbóltslandsliðið við monnum tekur ímóti Grønlandi, Skotlandi og Íslandi. Kappingin verður dagarnar 3. til 7. oktober. Tað hevur stóran týdning, at flogbóltslandsliðið hjá monnum sleppur at spæla hesa kappingina, nú flogbóltur ikki er við á oyggjaleikunum í summar, sigur Niclas Joensen frá Flogbóltssambandinum. Landskappingin í flogbólti verður avgjørd í dag, og síðani fara fyrireikingarnar hjá landsliðnum og venjaranum, Bárði Mikkelsen, í gongd. Fleiri danskir granskarar skjóta upp at steðga fólkavøkstrinum við eitt barns politikki eitt nú í India og Afria, skrivar tíðindastovan Ritzau. Jørgen E. Olesen frá lærda háskúlanum í rhus skýtir upp, at lond sum India og Afrika gera sum Kina gjørdi frá 1979 til 2015, nevniliga at banna sínum íbúgvum at fáa meira enn eitt barn. Trupulleikin er, at vit gerast alsamt fleiri, og vit gerast ríkari tí brúka vit meira og dálka meira, sigur Jørgen E. Olesen við Ritzau. Hann heldur, at jú færri fólk dálka, jú minni verður trupulleikin. Jørgen E. Olesen hevur í fleiri ár verið limur í nevnd hjá ST, ið viðger avbjóðingarnar við veðurlagsbroytingum Hann vísir á, at India hevur 1,3 milliardir íbúgvar og fólkatalið í landinum veksur við fullari ferð. Tað sama er galdandi í fleiri londum í Afrika, sigur hann. Eisini Egil Kaas, professari í veðurlagi við lærda háskúlan í Keypmannahavn, metir, at fólkavøkstur er størsti trupulleikin fyri veðurlagið. Hann heldur somuleiðis, at tørvur er á sokallaðum eitt barns politikki í ávísum londum. Eg eri púra samdur í, at vit eiga at seta eitt mark. ST má leggja trýst á ávís lond, men tað er ikki lætt, tí átrúnaður ávirkar áskoðanina á fyribyrging og fosturtøku, sigur Egil Kaas við Jylland Posten. Jyllands Posten hevur eisini tosað við Kaj Sand Jensen, sum er professorari við lærda háskúlan í Keymannahavn. Hann heldur, at fólkavøksturin í heiminum er eitt evnið merkt av tabu, men tað er alneyðugt, at okkurt verður gjørt við trupulleikan. Fólkatalið í India er fýrafaldað síðani 1947, og tað hevði verið skilagott at bannað fólki í India at fáa meira enn eitt barn, heldur hann, men hann viðurkennir tó, at tað hevði verið eitt álop á fólkið, ið har býr, bæði mentanarliga og átrúnaðarliga. Menninir leggja fyri. Dysturin millum Mjølnir og Fleyr byrjar klokkan 15.00, meðan kvinnudysturin millum Fleyr og SÍ byrjar klokkan 17.00. Hjá kvinnunum hevur Fleyr besta møguleikan at gerast føroyameistari eftir at fyrru finalurnar vóru leiktar á Hálsi seinnapartin skírisdag. SÍ vann fyrsta og triðja sett, meðan Fleyr vann annað og fjórða. Tí mátti fimta og avgerandi settið takast í brúk. Tað vann Fleyr, sum tí eisini vann dystin 3 2. Sjey fólk lótu lív, tá afganska kunningarmálaráðið í Kabul varð álopið. Tað skrivar BBC. Allir fýra álopsmenninir vóru skotnir og dripnir av løgregluni. Tað var tíðliga fyrrapartin, at ein spreinging var at hoyra í miðbýnum í Kabul. Síðan hildu spjaddir skotbardagar fram í seks tímar, áðrenn tað aftur var friður. Álopið kom dagin eftir, at tingingar millum afgansku stjórnina og fundamentalistisku Taliban rørsluna vóru skrædnaðar, men rørslan sigur seg einki hava við atsóknina at gera. Virksemið hjá Fjølrit hevur ligið stilt í fleiri ár, tí leisturin fyri útgjald skuldi umskipast, soleiðis at tey, sum eiga rættindi til verkini, fá viðurlag, tá tað verður brúkt, heldur enn at gjalda peningin út í stuðli til verkætlanir. Fjølrit umboðar millum annað verk, sum greinir, yrkistekstir, fagurtekstir, týðingar, yrkingar og sangtekstir, nótar, myndlist og fotomyndir. Fjølrit heitir á allar rættindahavarar um at skráseta seg á heimasíðuni hjá teimum, so tey kunnu fáa viðurlag útgoldið. Á heimasíðuni hjá Fjølrit ber eisini til at síggja, nær tú verður mettur at vera rættindahavari. Mjølnir tryggjaði sær sítt fyrsta føroyameistaraheiti síðan 2004 og harvið eisini greipuna, tá liðið vann 3 1 á Fleyr í seinnu FM finaluni. Finalan í høllini á Hálsi var bæði jøvn og spennandi, men tað vóru favorittarnir úr Klaksvík, sum drógu longra stráðið. Fleyr, sum mátti vinna dystin í dag, byrjaði annars dystin betur og vann fyrsta sett. Síðan kom Mjølnir fyri seg, og hóast lítið og einki var ímillum liðini, tók klaksvíksliðið tey bæði næstu settini. Í fjórða og avgerandi settinum hevði Fleyr ikki minni enn fimm dystarbóltar, men Mjølnir yvirlivdi, og so kundi Steffan Olsen avgera fyri ovurfegnu norðoyingarnar. Mjølnir Fleyr 3 1 27 29 28 26 25 22 28 26 Teir vóru heimafturkomnir frá miseydnaðu Amerikaferðini og enn einaferð var farið í studio saman við enska framleiðaranum, Roy Thomas Baker. Men tað var eisini seinastu ferð, at teir samstarvaðu. Ístaðin fyri meira av tí sama, fingu vit við Efter Endnu En Dag eitt nýbrot innan danskan rokk, her øll løgini hanga saman. Báði jazzut og klassisk arrangement vórðu nýtt eins og nýggjasti elektronikkurin. Plátubarrin 20. apríl 2019. Seinastu 40 árini ella so, síðan kríggi endaði, hava eitrandi evnini framvegis gjørt nógv um seg. Serliga í økinum Bien Hoa, uttanfyri Ho Chi Minh City. Fleiri milliónir fólk eru ávirkaði av evninum og síðan kríggi hava tað verið óvanliga nógvir tilburðir av krabbameini, børn, sum verða fødd við ymsum brekum og øðrum sjúkum, sum hava beinleiðis samband við dioxin eitran. Síðan kríggi hevur USA endurgoldið sínum herfólki, ið vórðu útsettir fyri kemiska evninum, men tey hava ikki latið endurgjald til vjetnamesarar. Talan var um seks bumbuatsóknir, sum raktu tríggjar katólskar kirkjur og trý hotell. Bumburnar brustu undir páskagudstænastunum har nógv fólk vóru komin saman. Býirnir, sum eru raktir, eru høvuðsstaðurin Colombo, Negombo og Batticaloa. Millum tey, sum hava latið lív, eru 35 útlendingar, men enn er einki sum bendir á, at nakrir norðurlendingar eru millum tey, sum hava latið lív. Enn hevur eingin tikið ábyrgdina av yvirgangsatsóknini á Sri Lanka í morgun, men nógv bendir á, at talan er um víðgongdar muslimar. Fyri eini viku síðan sendi løgregluovastin á Sri Lanka eina ávaring um, at ætlanir vóru um fleiri yvirgangsatsóknir, ið skuldu raka kirkjur í landinum, og at muslimski yvirgangsfelagsskapurin NTJ stóð aftanfyri. Eingin fólkaskaði var, men tá løgreglan kom á staðið komu eisini fleiri ungfólk, sum fóru at rópa ókvæmisorð eftir løgreglufólkunum. Tann eini gjørdist nakað harðmæltur og nærgangandi og legði upp til bardaga. Hann varð handtikin og verður millum annað skuldsettur fyri at hótta løgreglufólk í tænastu. Ferðslukanningar hava eisini verið gjørdar í gjárkvøldið og í nátt. Tveir bilførarar verða skuldsettir fyri at hava koyrt ávirkaðir. Orsøkin er, at Portugal tørvar arbeiðsmegi. Í løtuni er iberiska landið í tingingum við Grikkaland, um at fáa 1000 flóttafólk afturat til landið. Í Portugal gerast íbúgvarnir alsamt eldri og okkum tørvar nýggja arbeiðsmegi. Her virðismeta vit arbeiðararnar úr Afrika, Asia og Eysturevropa, og integratiónin riggar eisini væl her hjá okkum, sigur fíggjamálaráðharrin, Pedro Siza Vieira við TV2. Í mun til nógv onnur evropeisk lond, hevur Portugal ikki tikið móti nógvum flóttafólkum, ið fyrst og fremst koma úr miðeystir og norðurafrika. Tað er politisk semja í Portugal at taka ímóti fleiri flóttafólkum. Tað er nógv arbeiði í Portugal, serliga innan ferðavinnu. Trupulleikin er, at fólkatalið í Portugal minkar skjótt, serliga talið av fólki í arbeiðsførum aldri. Ein yvirgangatsókn rakti Sri Lanka í morgun, og sambært seinastu tíðindunum hava meir enn 200 fólk latið lív í atsóknini og eini 400 fólk eru komin til skaða. Alt bendir á, at nakrir danskir ríkisborgarar eru millum tey deyðu. Føroyska uttanríkisráðið sigur í dag, at tey hava ikki fingið at vita um nakrir føroyingar eru millum teir donsku ríkisborgararnar, ið eru raktir av álopinum. Tað stendur í skrivið til Heilsu og innlendismálaráðið frá Landssjúkrahúsinum, í sambandi við umbønini um eykajáttan, sum kemur fyri tingið í næstu viku. Tørvur er á umleið 10 milliónum krónum næstu trý árini at skifta tað, sum er mest átrokandi, sigur Margit Stórá, virkandi stjóri á Landssjúkrahúsinum. Talan er er um lutir og tól, sum er komin til End of Life , sum tey kalla tað. Tað er eisini torført at fáa eykalutir og umvælingar til tólini, tí tey eru somikið gomul. Ein eykajáttan til Landssjúkrahúsið er farin í løgtingið, har biði verður um 14 milliónir krónur til Landssjúkrahúsið. Tær 14 milliónir eru fyri at kunna varðveita verandi virksemi á Landssjúkrahúsinum. Zelensky er betri umtóktur og er eisini frammanfyri Poroshenko í meiningarkanningum. Hann vann eisini fyrsta umfar, tá veljast skuldi millum 39 valevnir, harav tvey komu víðari til endaliga valumfarið, sum er í dag. Petro Poroshenko er forseti í løtuni. Seinastu árini hevur hann roynt at flutt Ukreina fram ímóti NATO og ES limaskapi. Tað er eitt eymt mál í Ukreina, har stórur partur av fólkinum heldur vil verða nærri at Russlandi. Poroshenko kann tó koma í trupulleikar av ímyndini, ið Ukreinar hava av sínum politikkarum. Í fleiri ár hevur mutur verið ein stórur trupulleiki í politisku skipanini í Ukreina. Fleiri veljarar hava eisini fýlst á, at politiska skipanin meir ella minnið er í lummanum hjá ríkum oligarkum. Viðurskiftini í Ukreina hava verið óstøðug í nógv ár. Síðan landið gjørdist sjálvstøðugt í 1991, hevur tað politiskt skift kós millum at dragast nærri at Evropa og Russlandi. Eftir at Russlands sinnaði forsetin, Viktor Yanukovych varð koyrdur frá í 2014, hertók Russland Krim hálvoynna í suður Ukreina og russar eru eisini farnir inn í økir í eystur Ukreina, har samanbrestir millum russar og ukreinar til tíðir hava stungið seg upp. Lars Løkke Rasmussen hevur nú valt at fara aftur til Danmarkar. Orsøkin er, at danir eru millum tey, sum hava latið lív á Sri Lanka. Higartil er staðfest, at 290 fólk hava latið lív og 500 onnur eru løstað. Trý donsk systkin eru millum tey deyðu. Talan er um børnini hjá Anders og Annu Holch Povlsen, ið teljast millum ríkastu fólkini í Danmark og millum annað eiga klædnahandlarnar Jack og Jones. Bumbur brustu í trimum kirkjum sunnumorgun mitt í páskaguðstænastuni í Negombo, Batticaloa og Colombo, og í hotellunum Shangri La, Kingsbury og Cinnamon Grand í høvuðsstaðnum. Myndugleikarnir í Sri Lanka blokeraðu flestu sosialu miðlarnar í kjalarvørrinum á bumbuálopunum, skrivar blaðið, The New York Times. Myndugleikarnir í landinum blokeraðu fyri, at fólk í Sri Lanka kundu fara á Facebook, WhatsApp, YouTube, Instagram, Snapchat og Viber. Myndugleikarnir í Sri Lanka stúra fyri, at sosialir miðlar verða brúktir til miðvíst at organisera uppreistur og til at eggja til harðskap hesaferð móti kristnum. Líka síðani Kristin Michelsen varð koyrdur úr Javnaðarflokkinum hevur minnilutasamgongan hjá Akseli V. Johannesen løgmanni, havt tørv á atkvøðuni hjá Magna Laksáfoss, uttanflokkatingmanni. Men mikudagin skal løgtingið viðgera eitt uppskot hjá Magna Laksáfoss, sum hevur við sær eina umfatandi liberalisering av el framleiðsluni í Føroyum. Millum annað leggur Laksáfoss upp til, at elnetið verður loyst frá Sev og lagt í eitt sjálvstøðugt felag. Uppskotið hjá Magna Laksáfoss leggur eisini upp til, at lættari verður hjá privatum elframleiðarum at bjóða seg fram at framleiða el frá vatni, vindi, sól, aldu ella sjóvarfalli í kapping við Sev. Samgongan hevur higartil ikki verið fyri einari størri liberalisering av føroyska elmarknaðinum, men tekur samgongan ikki undir við uppskotinum hjá Magna Laksáfoss, uttanflokkatingmanni, so er lítið sannlíkt, at Magni Laksáfoss fer at taka undir við teimum málunum, sum samgongan hevur lagt fyri løgtingið og sum samgongan hevur ætlanir um at fáa samtykt, áðrenn løgmaður skrivar út val. Og samgonguni tørvar atkvøðuna hjá Magna Laksáfoss. Sambært in.fo, netmiðlinum hjá Miðlahúsinum, so er ikki semja í samgonguni um uppskotið hjá Magna Laksáfoss. Sambært Eiriki Lindenskov, blaðstjóra í Sosialinum, er sannlíkt, at løgmaður skrivar út val, um tað miseydnast samgonguni at gera eina avtalu við Magna Laksáfoss um uppskot hansara. Ukreinar kundu velja millum sitandi forsetan, Petro Poroschenko, ella nýggja valevni, Volodymyr Zelensky. Zelensky var betur umtóktur og vann valið við heili 73 prosentum av atkvøðunum. Poroshenko, sum hevur verið forseti síðani 2014, fekk 24 prosent av atkvøðunum. Zelensky er 41 ára gamal, og hann er best kendur fyri sín leiklut í skemtirøðini Servant of the People. Í sjónvarpsrøðini er hann forseti í Ukreina, og nú verður hann so veruligur forseti í Ukreina. Meðan valstríð var, helt Zelensky sær frá álvarsligum samrøðum og kjakum um politikk. Nú skal hann so vísa ukreinum, at hann veit nakað um politikk. Hann tekur við sum forseti um ein mánað. Heili 20 komur og fráferðir eru um flogvøllin í dag. Seks flogfør flúgva millum Vágarnar og Keypmannahavn, eitt til Bergen, eitt til Keflavík, eitt til Billund og eitt til skotska høvuðsstaðin Edinburgh. Sambært jn.fo, væntast umleið 2800 fólk at skula um flogvøllin í dag. Dagurin er tó longu byrjaður á flogvøllinum. Fyrsta flogfarið setti seg í morgun klokkan trýkorter til níggju og fyrsta flogfarið til Keypmannahavnar fór á flog klokkan hálvgum átta. Sambært Gudny Langaard, stjóra á flogvøllinum, eru 750 fleiri ferðafólk á flogvøllinum í dag, samanborið við annan páskadag í fjør. Vanliga eru 3 4 komur og fráferðir gerandisdagar, men talið økist um høgtíðirnar. Soleiðis skrivar ein sera fegin Andrias Høgenni á facebook, eftir at tað er almannakunngjørt, at stuttfilmur hansara Ikki illa meint er tilnevndur í kappingini fyri stuttfilmar á 58. filmsfestivalinum í Cannes. Festivalurin verður í mai, og tað er fyrstu ferð, at ein føroyskur filmur er við í kappingini. Festivalurin í Cannes verður roknaður sum týdningarmiklasti filmfestivalurin í Europa. Eg eri avbera fegin fyri møguleikan, skrivar Andrias Høgenni og takkar øllum teimum, sum høvdu við filmin at gera. Andrias Høgenni leikstjórnaði Ikki illa meint sum part av filmsútbúgving sínari. Tað vóru sjey sjálvmorðsbumbarar frá felagsskapinum National Towheed Jamaath, sum bumbaðu tríggjar katólskar kirkjur og trý hotell, sambært embætisfólkum í Sri Lanka. Heilsumálaráðharrin í Sri Lanka, Rajitha Senaratne, sigur, at teir sjey yvirgangsmenninir vóru ríkisborgarar í Sri Lanka, sum hava tilknýti til National Towheed Jamaath. Tað skrivar Independent. Men eftir øllum at døma hevur islamiski yvirgangsfelagsskapurin fingið hjálp uttanlands. BBC skrivar, at myndugleikarnir í Sri Lanka nú eru sannførdir um, at eitt altjóða netverk hevur stuðlað teimum í yvirganginum. Talan var um seks bumbuatsóknir, sum raktu tríggjar katólskar kirkjur og trý hotell. Bumburnar brustu undir páskagudstænastunum, har nógv fólk vóru komin saman. Býirnir, sum eru raktir, eru høvuðsstaðurin Colombo, Negombo og Batticaloa. Higartil er staðfest, at 290 fólk hava latið lív og 500 onnur eru løstað. 24 fólk eru handtikin í sambandi við yvirgangsatsóknirnar. Fleiri enn 950 fólk eru handtikin seinastu dagarnar, meðan umhvørvismótmæli hava verið í London, og 40 av teimum handtiknu eru ákærd fyri eitt hvørt. Tað skrivar BBC. Í gjár helt 16 ára gamla Greta Thunberg røðu í Marble Arch, har túsundtals fólk vóru savnað. Svenska Greta Thunberg er heimskend sum umhvørvisaktivistur, og hon hevur skapt eina altjóða rørslu fyri at basa veðurlagsbroytingum. Síðani felagsskapurin Extinction Rebellion byrjaði í fjør hava limir millum annað stongt brýr í London, stoytt fleiri spannir av falskum blóði uttanfyri Downing Street, latið seg úr klæðunum í bretska løgtinginum og blokerað BBC. Greta Thunberg steðgaði í London tveir dagar, og fólk kring allan heimin hava fylgt við ferðini á sosialum miðlum. Í røðuni segði hon millum annað, at politikkarar og fólk við valdi eru sloppin avstað við einki at gera fyri at basa veðurlagskreppuni alt ov leingi. Hon eggjaði eisini fólki til at halda á fram við umhvørvismótmælum, tí tey gera ein mun. 36 ára gamla Cressida Dick, sum er løgreglustjóri í Met Police í London, sigur seg ikki hava upplivað so nógvar handtøkur í einum fyrr. Met Police fekk hjálp frá øðrum løgregluliðum í Onglandi, millum annað City of London Police, og so vóru eisini løgreglufólk úr Kent, Sussex, Essex, Hampshire og Manchester komin til London. Spreingingin í Sri Lanka í dag hendi tætt við eina av teimum trimum kirkjunum, sum vóru fyri álopi í gjár. Løgreglufólk royndu at taka sundur bumbuna, tá ið hon brast. Tað skrivar Independent. Enn er ikki vist, um nakar er komin til skaða í dag, ella hvussu stór spreingingin var. Myndugleikarnir hava eisini funnið 87 spreingiperlur tætt við eina bussstøð. Tað er eftir øllum at døma víðgongdi muslimski felagsskapurin, National Towheed Jamaath, sum hevur verið staðið fyri yvirgangsatsóknunum. Tað er ein lokalur felagsskapur, men myndugleikarnir í Sri Lanka eru sannførdir um, at National Towheed Jamaath hevur fingið stuðul frá einum altjóða netverki. Forsetin í Sri Lanka hevur lýst neyðstøðu í landinum, sum byrjar á midnátt í kvøld. Neyðstøðan hevur millum annað við sær, at løgreglan og hervaldið kunnu handtaka og avhoyra fólk uttan rættarúrskurð. Í kvøld er fjórða finalan millum Neistan og H71 í høllini á Hálsi í Havn. Undan fjórða dystinum hevur Neistin vunnið tvær finalur, og H71 hevur vunnið eina. Tí er greitt, at um Neistin vinnur í kvøld, so eru teir bláu føroyameistarar fyri fyrstu ferð síðan 2011. Hetta væntar Birgir Hansen tó ikki, tí hoyvíkingar eru undir trýsti og fara allarhelst at leggja hart út. Hann væntar tí fimm finalur um føroyameistaraheitið. Ferðafólkatalið í Kalsoynni veksur, og tað veksur skjótt. Í 2014 vóru 38.335 ferðafólk í oynni. Og fýra ár seinni í fjør vitjaðu 57.594 fólk oynna. Hetta er ein vøkstur á 19.259 ferðandi. Sjálvt um talan er um nógv ferðafólk, so er so at siga eingin trupulleiki at koma út í Kalsoy. Trupulleikin er bussleiðin í oynni. Frá 1. mei í ár fer bussurin í Kalsoynni at koyra til og frá øllum vanligum rutum hjá Sam. Men meira skal til, sigur Olivur Thomsen, stjóri í Visit Kalsoy. Sum nú er, eru alt ov nógv ferðafólk, sum vilja hava bil við út í oynna, sum ikki klárar at taka móti so mongum bilum. Tí eigur oyggin at fáa eina hóskandi bussleið, sum koyrir ofta, og sum kann nøkta tørvin hjá teimum ferðandi. Til dømis er ikki møguligt at ferðast við viðføri og barnavogni í bussinum, sum rekur leiðina, og hetta má broytast, sigur stjórin í Visit Kalsoy, og vísir á, at Standferðslan eigur at loysa trupulleikan. Neistin var á odda 11 8, tá 21 minuttir vóru farnir av fyrra hálvleiki, men hoyvíkingar svaraðu aftur, og í hálvleikinum var javnleikur, 15 15. H71 spælararnir stríddust væl, tá teir komu út til seinna hálvleik, og tað gingu ikki nógvir minuttir, so vóru teir á odda við trimum málum. Síðstu 15 minuttirnar í seinna hálvleiki skoraðu teir bara trý mál, og teir fingu eisin nógvar dýrar útvísingar, sum H71 gjørdi sær dælt av. Neistin H71 30 25 15 15 Hilmar Leon Jakobsen H71 9 mál Leivur Mortensen H71 8 mál Tróndur Kragesteen Neistin 7 mál Rune Olsen Neistin 6 mál B36 KÍ 2 3 08 minuttir. 1 0 Eli Falkvard Nielsen 45 minuttir. 2 0 Brian Jacobsen 66 minuttir. 2 1 Darius Lewis 82 minuttir. reytt kort 2 gul Brian Jacobsen, B36 89 minuttir. 2 2 Aksel Danielsen 96 minuttir. 2 3 Torbjørn Grytten 100 minuttir. 3 3 Ragnar Samuelsen 102 minuttir. 3 4 Jákup Andreasen Víkingur B68 10 0 06 minuttir. 1 0 Heðin Hansen 12 minuttir. 2 0 Gunnar Vatnhamar 14 minuttir. 3 0 Heðin Hansen 24 minuttir. 4 0 Sølvi Vatnhamar 70 minuttir. 5 0 Andreas Lava Olsen 72 minuttir. 6 0 Adeshina Lawal 78 minuttir. 7 0 Heðin Hansen 81 minuttir. 8 0 Dion Splidt 85 minuttir. 9 0 Gert Hansen 88 minuttir. 10 0 Adeshina Lawal Skála TB 5 1 05 minuttir. 1 0 Jákup Johansen 36 minuttir. 2 0 Heðin Klakstein 45 minuttir. 3 0 Janus Samuelsen 50 minuttir. 4 0 Jákup Johansen 57 minuttir. 5 0 Janus Samuelsen 81 minuttir 5 1 Stefan Radosavljevic Men forsætisráðharrin í Sri Lanka fekk ongantíð boðini, og tað er enn ógreitt, hvørji átøk um nøkur yvirhøvur vórðu sett í verk orsakað av loyniligu upplýsingini. Eitt politiskt stríð millum forsetan og forsætisráðharran í Sri Lanka kann hava merkt, at forsætisráðharrin ongantíð fekk ávaringini um álopið á kirkjur. Forsætisráðharrin Ranil Wickremesinghe er nevniliga hildin uttanfyri øllum trygdar kunningarfundum, eftir at hann síðsta ár gjørdist óklárur við forsetan Maithripala Sirisena. Tað segði heilsumálaráðharrin, Rajith Senaratne, á tíðindafundi í gjár. Forsetaskrivstovan vil ikki gera viðmerkingar til ákærurnar. Okkara fatan er, at ávaringin varð latin trygdarmyndugleikum og løgregluni á rættan hátt, sigur ráðgevin Shiral Lakthilaka við BBC. 310 fólk lótu lív av bumbuálopinum í Sri Lanka sunnudagin. Sjey sjálvmorðsbumbarar bumbaðu tríggjar katólskar kirkjur og trý hotell. Allir koma úr Sri Lanka, men myndugleikar halda, at altjóða yvirgangsfelagsskapir hava hjálpt teimum. 40 fólk eru handtikin í málinum. Løgtingið skal í morgin taka støðu til, um Landssjúkrahúsið skal hava eina eykajáttan á næstan 30 milliónir. Leiðslan á Landssjúkrahúsinum boðaði í februar frá, at játtanin í 2018 ikki rakk til og at játtan sostatt var neyðugt í ár til at halda verandi virksemi. Meirnýtslan og handfaringin hjá Heilsumálaráðnum av málinum gjørdi, at stjórin, Jóanis Erik Køtlum legði frá sær. Sambært eykajáttanarumbønini, so mangla 14 milliónir í til vanliga raksturin og 15 milliónir til serviðgerðir uttanlands, sum liggur í einari konto fyri seg. Tað heldur Kristian Davidsen, fyrrverandi stjórin í Føroya Tele. Kristian Davidsen er nú stjóri í almenna grønlendska partafelagnum Tele Post. Grønlendska blaðið Sermitsiaq hevur seinastu dagarnar sett fokus á lønir og gjøgnumskygni í almennu grønlendsku partafeløgunum, og í tí sambandi er komið fram, at Kristian Davidsen er triðbest lønti stjórin í Grønlandi við einari ársløn uppá 3,4 milliónir. Tað sum tó hevur vakt ans, er at Tele Post alment hevur greinað løn hansara niður í smálutir, meðan onnur almenn partafeløg eru meira afturhaldandi við lønarupplýsingum. Í mínum eygum eigur tað at vera eitt krav, at man lýsir lønina hjá stjórnini niður í smálutir, serliga, tá talan er um alment partafelag, sum allir grønlendingar jú eiga, sigur Kristian Davidsen við Sermitsiaq. Útgangsstøði til fundin er eitt uppskot frá landsstýriskvinnuni í undirvísingarmálum um at heimila sær at skipa fyri at skúlin verður liðugur. Byggiútreiðslurnar kunnu í mesta lagi verða góðar 14 milliónir, sum eisini er játtað á fíggjarlógini men alt bendir á, at skúlanum tørvar fleiri milliónir, skal hann gerast liðugur. Tí sambært seinastu kostnaðarmeting, sum Landsverk sendi fíggjarnevndini í seinasta mánað, tørvar skúlanum í øllum førum 16 milliónir afturat í eykajáttan. Uppskotið hjá Magna Laksáfoss um at leggja elkervið hjá Sev í eitt sjálvstøðugt felag og annars at liberalisera føroyska el marknaðin, vendir blóðskeivt. Tað heldur borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Torbjørn Jacobsen. Torbjørn Jacobsen ávarar samgonguna móti einum knæfalli fyri Magna Laksáfoss fyri at tryggja sær hansara stuðul restina av samgonguskeiðnum. Kemur hetta ígjøgnum, er hetta helst politisk rekord, heimsrekord. At ein einasti tingmaður, av 33, í einum heilum landi sleppur at torpedera skipanina, sum hevur skyldu at veita alt ravmagnið í landinum. Ikki so frægt at SEV er spurt eftir, tíansheldur eigarin, sum er kommunurnar í Føroyum, um hvat hesi halda um uppskotið, skrivar borgarstjórin á facebook. Uppskotið hjá Magna Laksáfoss um at liberalisera føroyska elmarknaðin liggur í rættarnevndini. Men løgtingið skal í morgin atkvøða um at fáa uppskotið úr nevnd aftur. Kommunufelagið og leiðslan í Sev hava boðað rættarnevndini frá, at eitt tílíkt mál eigur at koma frá landsstýrinum og ikki frá einstøkum uttanflokkatingfólki. Við á fundinum koma eisini umboð fyri fyritøkuna Valdemar L Lützen, sum heldur til á Skálatrøð og sum hevur tikið stig til mótmælisskriv móti staðsetingini av nýggja Tjóðleikhúsinum. Í skrivinum verður millum annað grundgivið, at eitt Tjóðleikhús fer at oyðileggja seinasta opna blettin framvið fjøruni í Havn. Tað fer at taka parkeringsplássini frá miðbýnum, og tað fer at oyðileggja handilslívið í miðbýnum, sum tikið verður til. Ein bygginevnd hevur mett, at Tjóðleikhúsið fer at kostað íalt 180 milliónir krónur. Higartil hevur landið játtað góðar 66 milliónir, tað vil siga ein triðing, á íløgujáttini. Sostatt er tørvur á góðum 113 milliónum. Uppskotið, sum er til viðgerðar í fíggjarnevndini, snýr seg um at biðja løgtingið um heimild at leita eftir uttanhýsis fígging. Umboðini fyri Valdemar L Lützen møta klokkan 10 15 fyrrapartin. 25 minuttir seinni eru umboð fyri Tjóðpall Føroya biðin um at møta á fund at tosa við fíggjarnevndina í 25 minuttir. Tað er spennandi, at mann er sloppin at liva í so nógv ár, og eg eri væl fyri, ið ætlar sær at halda fram við sínum virksemi á kendu sluppini, Norðlýsinum. Júst eins og hann hevur gjørt seinastu skjótt 35 árini. Stóri føðingardagurin verður hátíðarhildin leygardagin undir Bryggjubakka í Havn. Birgir Enni hevur fingið fleiri av dugnaligastu kokkunum bæði í Føroyum og í Danmark at koma at hjálpa sær at matgera ymiskt sjógæti á føðingardegnum, og øll eru vælkomin at halda føðingardagin saman við honum. Í morgunsendingini hugleiddi Birgir Enni um tey 70 árini, hann hevur livað, og tær nakrar av mongu upplivingunum, hann hevur havt í sambandi við ferðafólk, Norðlýsið og matgerð. Skalt tú flúgva við SAS fríggjadagin ella nakrar dagar seinni, so er at fylgja væl við tíðindunum í næstum og kanska fyrireika teg til, at flogtúrurin møguliga verður avlýstur. Flogskipararnir hjá SAS í Norðurlondum hava boðað frá verkfalli fríggjadagin, eftir at samráðingarnar við felagið slitnaðu fyrst í mánaðinum. Ósemjan snýr seg millum annað um arbeiðstíðirnar. Meginparturin av flogskiparunum hava ov lítið innlit í og ávirkan á, nær ella hvussu leingi teir skulu arbeiða. Tað einasta, flogskipararnir oftast vita um sína arbeiðstíð fyri næsta mánaðin er, at teir bara hava frí eitt vikuskiftið. Í ringasta føri kunnu teir verða noyddir at arbeiða sjey vikuskifti á rað. Tað er ikki nøktandi, sigur formaðurin víðari í skrivinum. Roynt verður at finna eina semju komandi dagarnar men eydnast tað ikki, so er vandi fyri, at SAS flogførini vera standandi á norðurlendsku flogvøllunum. Tey, ið skulu flúgva við skandinaviska flogfelagnum, SAS, í næstum, hava tó einki at óttast fyri, spyrt tú samskiftisleiðaran hjá SAS. Vit eru altíð fyrireikað í einum flogfelagi, har alt kann henda, sum vit mugu taka hædd fyri. Men vit vænta eina avtala, sigur Mariam Skovfoged, samskiftisleiðari hjá SAS. Paul Watson hevur nevniliga boðað frá, at felgasskapurin er farin undir at fyrireika eitt summarátak, sum verður í Norðuratlantshavinum Framløgur og pallborðsfundur eru á skránni, og vit stroyma kjakið beinleiðis á heimasíðu Kringvarpsins frá klokkan 19 til 21 í annaðkvøld. Árni Gregersen, journalistur og politiskur viðmerkjari heldur ikki, at samgongan stendur og fellur við Magna Laksafoss, og tí fara tey ikki at atkvøða fyri uppskotinum hjá Magna Laksafoss. Líka síðani Kristin Michelsen varð koyrdur úr Javnaðarflokkinum hevur minnilutasamgongan hjá Akseli V. Johannesen løgmanni, havt tørv á atkvøðuni hjá Magna Laksáfoss, uttanflokkatingmanni. Í dag hevur Magni Laksafoss lagt eitt uppskot fyri Løgtingið, sum millum annað leggur upp til, at elnetið verður loyst frá Sev og lagt í eitt sjálvstøðugt felag. Uppskotið leggur eisini upp til, at lættari verður hjá privatum elframleiðarum at bjóða seg fram at framleiða el frá vatni, vindi, sól, aldu ella sjóvarfalli í kapping við Sev. Ósemja er í samgonguni um hetta málið, og tí er ikki vist, at undirtøka verður fyri uppskotinum í Løgtinginum í dag. Og um tað ikki er undirtøka, so er ikki sannlíkt at Magni Laksafoss fer at taka undir við málunum hjá samgonguni. Tí siga summi, at løgmaður møguliga fer at skriva út val, um uppskotið fellur. Árni Gregersen væntar tó ikki, at val verður útskrivað orsakað av hesum. Hann heldur ikki, at samgongan fer at lata seg trýsta av Magna Laksafoss. Samgongan kann altíð fáa stuðul frá øðrum enn honum til tey einstøku málini, men fellur okkurt uppskot hjá samgonguni, so er tað heldur ikki orsøk til at útskriva val, sigur Árni Gregersen. Skráin er rúgvismikil og fjølbroytt, spennandi og viðkomandi, nú Mentanarvikan í Runavíkar kommunu, sum telur 15 bygdir, er farin úr barkastokki. Tá freistin fór á midnátt hevði Heilsumálaráðið fingið tilsamans 16 umsóknir til tey trý stjórastørvini, sum eru leys í sjúkrahúsverkinum. Brot úr bókini Barabbas eftir P r Lagerskvist. Skaldsøgan kom út í 1950, og gjørdi svenska rithøvundan P r Lagerkvist altjóða kendan. Skaldsøgan hevði sína ávirkan á, at hann fekk heiðursløn Nobels árið eftir í 1951. Brotini, sum lisin verða í hesi stuttsøguni, eru tikin úr byrjanini og úr endanum. Oskar Hermansson lesur og hevur helst týtt eisini , søgan varð fyrstu ferð send sum stuttsøga 12.apríl 1974 Eg eri komin til Russlands við inniligum heilsanum frá mínum fólki. Eins og eg havi sagt, so vóni eg, at hendan vitjanin fer at eydnast væl, at okkurt kemur burturúr, og at eg á fundi við kæra forsetan Putin kann umrøða serliga spurningin um at loysa trupulleikarnar á koreansku hálvoynni og at menna sambandið millum bæði londini. Í sendingini er tónleikur við eitt nú Sugarhill Gang, NAS, 50 Cent, Notorious BIG og Wu Tang Clan at hoyra. Men nýggjari hip hop nøvn úr New York, sum Wiki, Princess Nokia og A Boogie wit da Hottie, fáa eisini rúmd í sendingini. Súna, Lív og Askur ganga í 5.flokki í Eysturskúlanum í Havn og tey fara at siga sína hugsan um Merkið. Jensina Olsen hevur gjørt eina samrøðu við Jógvan Arge, sum veit nógv at siga um Merkið. Urd Johannesen, sum fyri nøkrum árum síðani orðaði eitt álit um mentanarpolitikk fyri Runavíkar kommunu, leggur høvuðstættir úr álitinum fram, og Jan Berg Jørgensen og Óli Poulsen fara at umrøða ávíkavist films og tónleikaframleiðslu. Eftir hetta verður pallborðskjak. Tey ið fara at sita við kjakborðið eru Uni Leitisstein Hansen, Hans Jacob Kollslíð, Sigrun Jónsveinsdóttir og Símun Jóanesarson Hansen. Sveinur Tróndarson verður orðstýrari. Í mentanarálitinum var lagt upp til hesa visjónina, at Runavíkar kommuna er litrík og livandi og gongur á odda at geva fjøltáttað og dygdargóð tilboð, ið strimbra luttøku, íverksetan og nýhugsan, og fjálga um felagsskapin. Á mentanarkjakinum í Løkshøll verður sjóneykan sett á visjónina og ítøkiligu hugskotini til átøk á mentanarøkinum. Hugt verður eftir, hvat er framt, og hvat dentur eigur at verða lagdur á í framtíðini. Vit hoyra og síggja aloftast verkið, tá tað er liðugt. Men hvussu sær út miðskeiðis í arbeiðsgongdini Vit hava verið á vitjan hjá tveimum rithøvundum, Carl Jóhan Jensen og Onnu Maluni Jógvansdóttir, sum hvør í sínum lagi sita og skriva komandi skaldsøgur. Hamlet hjá Shakespeare verður í heyst pallsett í Føroyum fyri fyrstu ferð. Hans Tórgarð hevur júst lagt seinastu hond á týðingina, og fyrst í seinra tímanum verður Hans Tórgarð í útvarpsstovuni saman við leikstjóranum Búa Dam. Mentanarkjak litrík og livandi, er heitið á spennandi tiltaki, ið verður í Løkshøll í kvøld, og har Runavíkar kommunu setur sjóneykuna á mentanarpolitikkin. Hvussu hevur mentanin tað í Runavíkar kommunu og hvønn týdning kann hon fáa Hesir eru millum spurningarnir, ið vit seta Urd Johannesen, ið hevur latið Runavíkar kommunu álit um ein komandi mentanarpolitikk. Tú kanst hoyra sendingina her Mikkel Niva hevur aldri kent pápa sín, sum fór avstað, tá hann var lítil. Nú er Mikkel farin at hugsa um, hvussu tað hevur ávirkað hann, og hví pápin ikki megnaði at vera pápi hansara. Fyri tveimum árum síðan var liðið ikki til. Nú eru tey longu komin í 3. deild. Málið er at koma upp í 2. deild, um ikki kroppurin og gerandisaktivitetir annars forða teimum. Raðsending um entusiastar, sum ikki eru blaðungir longur, men hava dreymar. Sendingin Tilflytarabørn snýr seg um trý ymisk ung við tilflytarabakgrund og um lívið og gerandisdagin hjá teimum, dreymar og tankar í Finnlandi. Filmus, 2018. Heðin Mortensen, landsstýrismaður hevur lurtað eftir Landsfelag Pensjónista, sum fyrr í mánaðinum fýltist á, at hansara lógaruppskot um at banna mismuni á arbeiðsmarknaðinum, ger júst tað øvugta fyri pensjónistarnar. Landsstýrismaðurin hevur nú heitt á Rættarnevndina, sum hevur uppskotið til viðgerðar, um at strika fasta fráfaringaraldurin hjá eldri starvsfólki hjá landinum. Beate Lindenskov Samuelsen, forkvinna í landsfelagnum hjá penjónistunum vísti fyrr í mánaðinum á, at tað ítøkiliga stendur í viðmerkingunum til lógaruppskotið, at tað skal bera til at gera mismun móti fólki, tá tey blíva 67 ár. Eitt rundskriv hjá tí almenna ásetir annars, at fráfaringaraldurin hjá sáttmálasettum almennum starvsfólki er 70 ár, og at arbeiðsgevarin kann gera av at longja starvsetanina. Men hetta er ikki nøktandi, vísti Beate Lindenskov Samuelsen á, tí við nýggju lógini, sum altso vigar meira enn eitt rundskriv, stendur beinleiðis í viðmerkingunum, at mismunur skal kunna gerast, tá fólk blíva 67 ár. Hetta vil tryggja, at ongi starvsfólk hjá landinum kunnu verða biðin um at fara úr starvi bert vegna aldur, skrivar landsstýrismaðurin. Yvirskipaða endamálið við uppskotinum er at banna mismuni vegna rasu, húðarlit, átrúnað ella trúgv, politiska áskoðan, kyn, kynsligan samleika, kynsliga sannføring, aldur, brek ella tjóðskaparligan ella fólkaeyðkenniligan uppruna. Tórshavnar Kommuna fær 56 dagstovnapláss afturat. Hetta varð samtykt á býráðsfundi í gjár. Talan er um 56 fyribils dagstovnapláss á einum fyribils stovni. Tað eru lonirnar í Hoydølum, ið skulu brúkast til endamálið. Í løtuni eru tríggjar vøggustovur í lonunum í Hoydølum. Tær hoyra ávikavist til Býlingshúsið inni á Gøtu og í Maritugøtu, sum í løtuni verða útbygd. Tá tað arbeiðið er gjørt, so flyta tey børnini og starvsfólkini aftur í stovnarnar, og tá skulu so 56 nýggj dagstovnapláss aftur gerast í Hoydølum á einum nýggjum fyribilsstovni, sum skal hava egið rakstrarstað. Í fyrstu atløgu verða 36 vøggustovupláss og 20 barnagarðspláss á nýggja fyribils dagstovninum. Eftir ætlan fáa tey børnini pláss á stovninum frá 1. august í ár, boðar Tórshavnar Kommuna frá. Landsverk hevur fingið boð úr Tingenesi um, at kostnaðurin av gerðarrættarmálinum millum Landsverk og TG Verk skal rindast av rakstrinum hjá Landsverki og ikki av játtanini til skúladepilin í Marknagili. Men Landsverk hevur longu tikið umleið 8,5 milliónir av játtanini til Marknagil, og altso ikki av rakstrinum. Tað upplýsir Landsverk fyri Kringvarpinum, sum hevur biðið um innlit í sakarmálskostnaðin. TG Verk saksøkti Landsverk í apríl 2016 við einum kravi uppá umleið 75 milliónir krónur, og Landsverk hevur eitt mótkrav, sum ein nýggj meting sigur er umleið 79 milliónir krónur uttan prosessrentur. Tær 8,5 milliónirnar, sum trætan higartil hevur kostað, eru farnar til sokallað sýn og meting, tað hevur kostað 3,5 milliónir krónur, og so fimm milliónir til advokat og ráðgevara. Spurningurin um, hvørjari játtan sakarmálskostnaðurin skal rindast av, stakk seg upp fyrst í januar, tá fyribilsstjórin á Landsverki, Árant Andriasson, spurdi seg fyri hjá Mentamálaráðnum. Hann vildi vita, um Landsverk hevði heimild til at fara víðari við rættarmálinum móti TG Verk, eftirsum Mentamálaráðið hevði tikið ræðið av játtanini til miðnámsskúlan í Marknagili. Gerðarrættarmálið hjá Landsverki hevur einki við Mentamálaráðið at gera, var svarið frá Poul Geert Hansen, aðalstjóra. Tað mátti Samferðslumálaráðið taka sær av. Men hetta var púra misskilt, helt Rúni Joensen, stjóri í Samferðslumálaráðnum, tí málið er partur av skúlabyggingini, sum Mentamálaráðið hevur ábyrgdina av. Endin varð, at bæði ráðini vórðu boðsend út í Tinganes á fund, har avgerð varð tikin um, at Landsverk sjálvt skal taka støðu til, um farast skal víðari við rættarmálinum. Og harafturat, at kostnaðurin fyri rættarmálið skal takast av verandi rakstarjáttan hjá Landsverki ella við eykajáttan. Árant Andriasson sigur í viðmerking, at tær 8,5 milliónirnar, sum eru tiknar av játtanini til Marknagil, eru rindaðar áðrenn boðini úr Tinganesi um, at Landsverk sjálvt skal rinda av sínum rakstri. Á aðalfundinum hjá SEV í gjár legði menningarleiðarin hjá SEV, Terji Nielsen, fram fýra møguleikar fyri elframleiðsluni í Suðuroynni, sum nevnd og aðalfundur seinni skulu taka støðu til. Tað var í januar, at nevndin í SEV avgjørdi at steðga á við ætlanunum um at gera eina pumpuskipan í Suðuroynni og at møguleikarnir fyri einum kaðali skuldu kannast. Avgerðin um fyribils at sleppa pumpuskipanini gjørdi, at Umhvørvisstovan noyddist at minka útboðið í vindmyllulundini í Suðuroynni niður í eina helvt úr 12 megawatt niður í seks megawatt. Tað sigur Søren Pape Poulsen, løgmálaráðharri í svari til Magna Arge, fólkatingslim, sum hevur spurt um støðuna hjá løgmálaráðharranum. Spurningurin er settur í kjalarvørrinum á almenna rumblinum, sum verið hevur, nú Fróðskaparsetrið fer undir føroyska løgfrøðisútbúgving, samstundis sum rættargangslógin verður mett at forða fyri, at onnur enn fólk við donskum prógvi kunnu arbeiða sum advokatar og hjá dómstólunum. Søren Pape Poulsen sigur í svari sínum, at um so er, at útbúgvingarnar kunnu javnmetast, ja, so eigur tann føroyska eisini at geva somu atgongd sum tann danska útbúgvingin. Løgmálaráðharrin sigur, at nýggja føroyska rættargangslógin í løtuni er til almenna hoyring, og tá tey svarini eru komin, verður støða tikin til, um uppskotið skal broytast. Eg fari tí í mínum arbeiði við uppskotinum at savna meg um, at báðar støðurnar verða viðfarnar eins, sigur Søren Pape Poulsen í sínum svari. Talan er um føroysk skjøl úr Rigsarkivet, sum eru næstan 128.000 í tali. Almenningurin kann hyggja í skjalagoymsluna á heimasíðuni hjá Ríkisskjalasavninum. Skjølini fevna um skjøl frá Dansk Kancelli heilt aftur til 1583, umframt prestakalls bøkur. Har er eisini eitt stórt skjalasavn frá Kongiliga Einahandlinum, og tann elsti parturin av skjølum frá Løgmálaráðnum, sum umsat føroysk mál frá 1849 til 1935. Ríkisskjalasavnið gjørdi eitt líknandi átak herfyri, tá øll kend skjøl viðvíkjandi Vestindisku oyggjunum vóru talgild og løgd á netið. Tað var millum annað hetta, sum gav Magna Arge, fólkatingslimi, íblástur til at fáa eitt samstarv í lag millum danska ríkisskjalasavnið og føroyska landsskjalasavnið um at talgilda skjølini um Føroyar. Arbeiðið, at avmynda føroysku skjølini á Ríkisskjalasavninum, heldur fram alt árið, og tá tað er liðugt, verður tað mesta av tilfarinum um Føroyar, sum liggur á Ríkisskjalasavninum, tókt at leita í á netinum, sigur Magni Arge, fólkatingslimur. Tað er óheppið at foreldur føla seg ótrygg, nú tilboðið til málmenning eftir sovnenda Karlstadsmodellinum er strikð. Tað sigur Hanna Jensen, landsstýrikvinna í skúla og undirvísingarmálum. Foreldur at børnum við serligurm tørvi hava kært sína neyð, eftir at Sernám fyrst í hesum mánaðinum í einum teldubrævi boðaði teimum frá, at tænastan til málmenning eftir Karlstadsmodellinum, varð tikin frá teimum alt fyri eitt. Landsmyndugleikin eigur at áseta við lóg, hvussu nógv skip sum liggja við kai kunnu larma. Tað sigur Kristianna Winther Poulsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin. Hóast fólk, sum búgva á Signabø, í meira enn 10 ár hava gjørt vart við ótolandi umstøður av larminum frá skipum, sum liggja við kai í Kollafirði, so er lítið og onki gjørt fyri at betra um umstøðurnar. Fyrst í sendingini hitta vit Eriku Hayfield, og tað er beint eftir at hon hevur hildið flaggdagsrøðuna, og síðani tosa vit við Ann Thomsen, ið er forkvinna í Bragdinum, um flaggdagsrenningina. Ein floksformaður hvørja ferð er táttur í Nón, har vit tosa við ein floksformann um persónin, politikkaran og politikkin. Og harumframt fær formaðurin eisini høvi at royna seg í einari øðrvísi spurnarkapping, ið eisini telur nakrar øðvrísi avbjóðingar. Og í dag var tað Poul Michelsen, formaður í Framsókn, ið vitjaði við runda borðið. Tú kanst hoyra sendingina her Samráðingarnar millum flogfelagið og umboð fyri flogskipararnar í ávíkavist Danmark, Noregi og í Svøríki vardu alla náttina, men steðgaðu í morgun. Vit eru langt frá hvørjum øðrum, staðfesti næstformaðurin fyri Danska Flogskiparafelagið Henrik Thyregod, tá hann kom út úr samráðingarhølunum í morgun, sambært Danmarks Radio. Koda rindaði í fjør góðar 2,4 milliónir krónur til 477 tónasmiðir í Føroyum. Felagið, sum umsitur rættindi hjá føroyskum tónasmiðjum, kravdi samstundis slakar 4,8 millónir krónur úr Føroyum í fjør. Harav góðar tríggjar milliónir krónur komu frá sjónvarpi og útvarpi, góðar 800.000 krónur frá konsertfyriskiparum og slakar 900.000 frá handlum og øðrum, sum nýta tónleik í bakgrundini. Og áðrenn teir pengarnir verða latnir tónasmiðjum fer ein tíggjundapartur av tí, sum Koda krevur úr Føroyum, í Koda Føroyar Grunnin, sum felagið Føroysk Tónaskøld umsitur. Stephanie er frá Ishøj, og hon hóskar ikki inn í ta vanligu myndina, tú hevur um eina pena ballettgentu. Men hon droymir framvegis um at verða fremst og prógva, at hon dugir annað enn at standa á rað. Raðsendingin fylgir seks kongligum ballettdansarum í eitt hálvt ár og gevur innlit í, hvussu tað er at liva í eini verð við beinharðari kapping, dissiplin, stórum dreymum og vónbrotum. Vit eru í einum politiskum valári, og áðrenn tað formliga valstríðið av álvara fer í gongd, bjóða vit formonnunum í teimum politisku flokkunum í Nón, ein fyri og annan eftir. Dag og dagliga hoyra og síggja vit illsinnisgleps úr ymsum heraðshornum um okkara politikarar, tí teir keglast og kjakast um politisk mál, sum vit so kunnu vera samd ella ósamd um. Men kanska eru teir ikki so heilt galnir kortini. Tað politiska kann eisini blíva nokk so persónligt men hvør er so politikarin aftan fyri politikkin Vit gera eina roynd at koma aftur um barrikadurnar hjá tí politiska menniskjanum. Hvørjir eru teir, hvaðani kemur politiski áhugin frá, og hví vilja teir valdið. Hvussu er tað politiska menniskjað. Formaðurin fær eisini nakrar øðrvísi avbjóðingar, eins og tosað verður um politisku skránna upp undir valið. Um vikuskiftið verða tíggju vælumtókt støð í Føroyum stongd fyri vanlig ferðafólk, og opin fyri teimum, sum ynskja at viðlíkahalda støðini. Tað er átakið hjá Visit Faroe Islands, sum kallast Closed for maintenance, open for volunteerism . Visit Faroe Islands bjóðaði fólki at koma til Føroya at hjálpa við ymiskum á hesum tíggju støðunum, og afturfyri fáa tey uppihald og mat teir tríggjar dagarnar, tey eru her. Alda Egilstrøð Magnussen, samskipari á menningardeildini hjá Visit Faroe Islands, greiddi frá átakinum, og hvat skal gerast á teimum ymisku støðunum. Gestir Gestur Hovgaard, leiðari á deildini fyri samfelagsvísindi á lærda háskúlanum í Nuuk, og Liljan Weihe, kandidatur í sosialvísindi og journalistikki, sum hevur skrivað ritgerð um journalistikk í smáum samfeløgum. Eingin boðaði frá krøvum móti bankanum, so kapitallækkingin er góðkend og framd. Kapitalurin er minkaður við 400.000 partabrøvum, sum bankin sjálvur átti, og sum hann hevur keypt seinastu árini. Aðalfundurin hjá BankNordik 21. mars tók undir við einum uppskoti frá nevndini um at minka partapeningin í bankanum. BankNordik segði tá, at kapitallækkingin er løgfrøðiliga at meta sum útlutan til partaeigararnar. Tí tær átta milliónirnar, sum partapeningurin nú er niðurskrivaður, er útgoldin til partaeigarar bankans sum gjald fyri partabrøv, sum bankin hevur keypt fyri kurs 117,19 krónur. Men BankNordik ætlar tó at keypa fleiri partabrøv, tí nevndin fekk á aðalfundinum í mars loyvi til at leingja heimildina at keypa til 1. mars 2024. Í málsviðgerðini er serligur dentur lagdur á at seta virkinum krøv um, at dálkandi evni ikki verða leidd út í umhvørvið og, at ampar av lukti og óljóði vera so smáir sum gjørligt, sigur Umhvørvisstovan, sum hevur latið góðkenningina. Góðkenningin kann kærast til landsstýriskvinnuna í unhvørvismálum, Sirið Stenberg. Kærufreistin er til 22. mai. Kærurætt hava tey, sum avgerðin um umhvørvisgóðkenning hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. Fyrst í hesum mánaðinum gav Umhvørvisstovan biogassverkinum umhvørvisárinsgóðkenning. Umhvørvisstovan góðkendi umhvørvisárinsmetingina um biogassverkið. Freistin at kæra ta avgerðina er til 1. mai. Biogassverkið hjá F rka, sum er dótturfelag hjá Bakkafrosti, fer at taka neytamykju frá landbúnaðinum og súrløgu av laksi og skarni frá smoltstøðum. Verkið hevur fingið umhvørvisgóðkenning til at taka móti upp til 50.000 tonsum av lívrunnum tilfari um árið. Vanliga fer verkið at vera opið allar yrkadagar. Men er tað neyðugt vegna serligar umstøður í alivinnuni, kann virkið taka í móti størri nøgdum av súrløgu í vikuskiftum. Á verkinum verður ein 1000 rúmmetra ídnaðartangi til súrløgu. Verkið fer at gera biogass alt árið. Tað hevur ein gassmotor, sum ger ravmagn burtur úr biogassinum so hvørt. Hitin frá gassmotorinum kann brúkast til fjarhita ella til onnur endamál. Harafturat kann viðgjørda tilfarið brúkast til tøð í landbúnaðinum. Hetta er uppboðssølan, sum skuldi vera 11.apríl, men varð úsett eftir áheitan frá manningarfeløgunum. Vørn selur í dag 1.525 tons í russiskum sjógvi. Hetta eru rættindi í eitt ár. Seld verða 239 tons í trý ár og 291 tons verða seld við rættindum í átta ár. Rætturin at fiska botnfisk í norskum sjógvi verður eisini seldur í dag. Rætturin at fiska 513 tons í eitt ár og 187 tons í átta ár verður seldur. Við Svalbard verður rætturin at fiska 274 tons í eitt ár seldur á afturlatnu uppboðssøluni í dag. Meðan flaggdagshaldið var í miðbýnum Havn seinnapartin í gjár, fór eitt fólk inn í garðin hjá Ríkisumboðnum og skar Dannebrog, sum har veittraði eins og undanfarnar flaggdagar, niður, skrivaði in.fo í gjár. Tað er ikki so, at forstjórin setir hinar báðar stjórarnar. Kanska verður tað so í framtíðini, men tað er ikki umrøtt í Heilsumálaráðnum, sigur Turid Arge, aðalstjóri. Men ansað verður eftir, at tá forstjórin og stjórarnir verða settir nú, verða fólk sett, sum kunnu arbeiða og virka saman, sigur aðalstjórin. 16 umsøkjarar eru til tey trý stjórastøvini í Sjúkrahúsverkinum. Onkur hevur søkt øll trý størvini. Turid Arge sigur, at miðað verður eftir at fáa størvini sett fyri 1. juli og, at stjórarnir byrja 1. august. Fýra varastjórar eru í Sjúkrahúsverkinum. Læknastjórin eru fyri øll trý sjúkrahúsini. Og hvørt sjúkrahús hevur sín varastjóra fyri sjúkrarøktarfrøðini. Ert tú ein av teimum 72.000, sum skuldi flúgva við SAS, so hevur tú góðar møguleikar at fáa endurgjald, nú flogskipararnir eru farnir í verkfall. Tað metir Heðin Arge, sum starvast hjá felagnum Flyhjælp, ið fæst við at hjálpa ferðafólki at fáa endurgjald fyri avlýstar ferðir. SAS hevur avlýst 673 fráferðir, harímillum hana í Vágum á døgurða. Íalt 72.000 ferðafólk eru rakt av verkfallinum. Tað kann gerast ein dýrur smeitur fyri SAS, heldur Heðin Arge. Í dag er Pappdalurin vorðin til eitt Sirkus. Jensina roksar, og Ljóðfílurin tekur upp, sum hann plagar. Jensina syngur, og tey fara gjøgnum Loynihurðina, og tá ið tey koma aftur, fer Jensina at gera okkurt í verkstaðnum. Tá FM finalan hjá kvinnum í badminton verður spæld í Høllini á Hálsi, verður talan um eina finalu millum ein púra óroyndan finalist og ein sigursvandan finalist. 14 ára gamla Adhya Nandi hevur spælt seg í finaluna í einmansleiki. Tað gjørdi hon við at vinna á verandi føroyameistaranum, Gunnvá Jacobsen, úr Havnar Badmintonfelagi. Her var talan um eitt sera óvæntað úrslit. Adhya Nandi fær uppaftur sterkari mótstøðu í finaluni, tí hon skal spæla í móti Rannvá Djurhuus Carlsson. Rannvá spældi seg í finaluna við at vinna á Almu Petersen, sum eins og Rannvá dagliga spælir í Lyngby, men umboðar Havnar Badmintonfelag í føroyameistarakappingini. Í einmansleikinum hjá monnunum verða tað Benjamin Gunnarstein úr Havnar Badmintonfelagi, og Bartal Poulsen úr Miðvágs Badmintonfelagi, sum møtast. Benjamin Gunnarstein, HBF, kom í FM finaluna við at vinna á Áranti á Mýrini úr MBF í hálvfinaluni, meðan Bartal Poulsen, MBF og verandi føroyameistari vann á Magnusi Dal Christiansen úr HBF. Finalurnar í badminton, borðtennis og judo verða spældar í Høllini á Hálsi í Havn leygardagin. Sjónvarpið sendir finalurnar beinleiðis frá klokkan 13.00. Tað er í dag, at føroyameistararnir í judo, borðtennis og badminton skulu finnast, og heili tíggju finalur verða at síggja beinleiðis í sjónvarpinum. Judo, borðtennis og badminton hava sligið seg saman til ein felags kappingardag í høllini á Hálsi, og er hetta trettanda ferðin, at sersambondini royna hendan leistin, sum verður sendur beinleiðis í sjónvarpinum frá klokkan 13. Einmansleikir og judo Sjónvarpið vísir FM finalurnar í einmansleiki í badminton og borðtennis hjá bæði kvinnum og monnum og seks FM finalur í judo, tvær hjá kvinnum og fýra hjá monnum. Hesa vikuna eru vit í Mórugøtu 8. Her eru Kenneth, Katja, mamman og pápin. Tað er morgun og lagið á pápanum er ikki av tí besta, hann er dottin. Afturfyri fáa tey ókeypis uppihald. Closed for Maintenance er um vikuskiftið, og átta ferðafólk vóru til arbeiðis í Líðini í Elduvík. 400 sløkkiliðs og bjargingarfólk vóru við í arbeiðinum at sløkkja eldin 15. apríl, og sambært franska innanríkismálaráðharranum hevði kirkjan ikki staðið til at bjarga, um ein hálvur tími gekk afturat, áðrenn tamarhald fekst á eldinum. Sambært fronskum miðlum, er ætlanin nú at reisa eitt risastórt regnskjól yvir tekjuna, fyri at verja bygningin, meðan arbeiðið at endurbyggja kirkjuna er í gongd, skrivar AP tíðindastovan. Í badminton er eitt óskrivað blað komið í kvinnufinaluna. 14 ára gamla Adhya Nandi vann í hálvfinaluni á føroyameistarnum frá í fjør Gunnvá Jacobsen og skal hitta Rannvá Djurhuus Carlsson í finaluni. Nógvir føroyingar hava í seinastuni kjakast um Rasmus Paludan, formann fyri flokkin Stram Kurs í Danmark. Tað snýr seg um ógvisligu blasfemisku útsagnirnar hjá honum, tá hann og flokkurin skipa fyri mótmælisgongu. Onkuntíð fer hann so langt sum at brenna koranina. Hetta hevur hann loyvi til, tí grein 140 í donsku revsilógini, tann sonevnda blasfemigreinin , varð avtikin í Danmark í 2017. Men at fremja blasfemi er ólógligt í Føroyum. Føroyar yvirtóku revsilógina í 2010, t.v.s. hon er vorðin føroysk lóg nú, og grein 140 er framvegis galdandi í Føroyum. Jógvan Páll Lassen, løgfrøðingur, er sannførdur um, at hendan lógargreinin er góð at hava, tí hon virkar fyribyrgjandi. Tað er sjón fyri søgn, at Paludan misbrúkar talufrælsið og leggur upp til ófrið, heldur Jógvan Páll. Hetta hevði ikki kunna latið seg gera, um grein 140 ikki varð avtikin. Hendan greinin hevur nakrar fáar ferðir verðið brúkt í nýggjari tíð, men tó er ongin dømdur evstu revsing, fongsul í 4 mánaðir, fyri at hava framt blasfemi tí tað skal øgiliga nógv til , sigur Jógvan Páll Lassen, løgfrøðingur. Grein 140 í føroysku revsilógini er soljóðandi. Bogi Andreasen, formaður í Havnanevndini í Tórshavnar býrað, segði í Dag og viku í gjár, at hann er til reiðar at banna russiskum skipum at leggja til kai í Kollafirði, tí hesi larma sera illa. Fólk á Signabø hava eisini gjørt vart við, at Næraberg hjá JFK samtakinum er eitt tað skipið, sum hevur mest óljóð við sær. Bogi Andreasen hevur biðið um fund við Hanus Hansen um trupulleikan. Hanus Hansen sigur í dag, at fundur verður millum partarnar týsdagin, og reiðaríðið fer at gera sítt til, at ein loysn verður funnin. Landskassin fekk slakar 22 milliónir krónur, tá reiðaríini keyptu rættin at fiska íalt góð 3000 tons av botnfiski í Barentshavinum og við Svalbard á afturlatnari uppboðssølu hjá Vørn í gjár. Hægsta kiloprís fekk Vørn fyri at selja rættin at fiska botnfisk norskum øki av Barentshavinum í eitt ár. J. F. K Trol keypti tey rættindini fyri 8 krónur og 37 oyru. Lægsti prísur var seks krónur fyri kilo. Tað var prísurin, sum reiðaríini vóru sinnað at rinda rætturin at fiska botnfisk í Barentshavinum í ávíkavist trý ár og átta ár. Strandferðslan boðar frá, at fráferðirnar hjá Smyrli í dag klokkan 16 av Havnini og 18.30 av Tvøroyri verða ikki sigldar, tí arbeitt verður uppá trygdarútgerðina umborð á Smyrli. Gongst sum ætlað, fer skúlin at standa liðugur, tá ið summarfrítíðin byrjar í 2020. Og tað merkir so, at eftir summarsteðgin komandi ár verður skúlin tikin í nýtslu. Føroya bestu svimjarar kappast í løtuni um føroyameistaraheitini í langgeil. Kappingin er býtt upp í tríggjar finalupartar, ið innibera 40 kappingar. Fyrsti finaludagur var í gjár, og skulu teir knáu svimjararnir aftur í hylin í Pálshøll seinni í dag. Norðurlendska meistarastevnan fyri ung verður í ár hildin í Vejle í Danmark. Nakrir av teimum ungu svimjarunum hava longu klárað kravtíðirnar, men av tí at Føroyar eru í eini serstøðu, sleppa tey, ið kvalifisera seg møguliga heldur til Baku í Aserbadjan, har tað verður kappast í teimum evropeisku olympiuleikunum fyri ung. Bartal Erlingsson Eidesgaard og Elisabeth Erlendsdóttir, ið bæði svimja í Havnar Svimjifelag, hava longu megna kravtíðirnar. Óli Mortensen, úr Havnar Svimjifelag, og Signhild Joensen, úr Ægir, hava bæði longu megna kravtíðirnar til heimsmeistarastevnuna. Stevnan verður í ár hildin í Suður Korea í juli. Spennandi verður at síggja, um nakar av svimjarunum fara at megna kravtíðina í Pálshøll um vikuskifti. Vit úr Kringvarpinum verða til staðar í Vági alt vikuskifti, og deila møgulig føroysk met og megnaðar kravtíðir á facebook vanga okkara . Ferðafólk, ið ætla at krevja endurgjald frá SAS, tí teirra flogferð varð avlýst vegna verkfall, skulu ikki vænta at fáa nakrar pengar aftur uttan stríð. Ferðafólk hava ikki rætt til endurgjald, tá seinkingin ella avlýsingin kemst av verkfalli, sum er at meta sum óvanligar umstøður, sum flogfelagið ikki hevur tamarhald á, sigur kunningarstjórin. Heðin Arge, sum starvast hjá Flyhjælp, vísti í útvarpinum í gjár á, at eitt verkfall hvørki er óvanligt ella nakað, sum eitt flogfelag ikki hevur tamarhald á. Víst verður eisini til ein úrskurð hjá ES dómstólinum frá apríl í fjør, sum hevur skapt fordømi fyri, at til ber at søkja um millum 250 og 600 evrur, um títt flogfar verður avlýst vegna verkfall. Í síðsta enda er tað danska Ferðslumálaráðið, sum í hvørjum einstøkum føri metir um, hvørt endurgjald kann verður latið, eftir at ferðafólk hava vent sær til myndugleikan umvegis heimasíðuna. Sostatt kann Ferðslumálaráðið ikki taka støðu til, um SAS verkfallið er fevnt av treytunum um endurgjald, fyrrenn ráðið hevur fingið ein umsókn frá ferðafólki, ið eru rakt av verkfallinum. Tá tú hevur tosað vítt og breitt um ferðamálið, so er tað ikki loyniligt longur, og so eigur tú ikki at vera bilsin um, at onnur vilja við, vil panelluttakari vera við. Annars snúgva evnini hesaferð seg um, hvat man skal gera, tá man heldur ommubørn tosa ov ljótt og niðurgerandi við eina ommu, og tvístøðan snýr seg um at læna pengar út til eitt endamál fyri síðan at finna útav, at teir møguliga verða nýttir til nakað heilt annað. Í panelinum hesaferð eru Jana Mortensen, Janus Poulsen og Símun Gullaksen Kirstin Ellingsgaard í Kaldbak nýtir Qigong nærum dagliga, og hon undirvísir eisini øðrum áhugaðum í hesum rørsluháttinum, sum hevur til endamáls at fremja vælveru og halda likamið sunt og viðlíka. Bara í fjør skipaði hann fyri hann 53 mótmælum, har hann er vorðin vardur av løgregluni, sum hevur avbyrgt øki, har hann kann mótmæla. Trygdarátøkini í sambandi við mótmælini hjá Rasmus Paludan í fjør og higartil í ár hava kostað danska landskassanum 24 milliónir krónur. Tað hevur elvt til kjak um, hvørt prinsippið um talufrælsi er friðhalgað eisini fyri sovorðið sum Rasmus Paludan, ið tilvitað provokera muslimar. Orrustan og nógva umrøðan hevur samstundis gagnað hansara flokki Stram Kurs, sum seinasta árið hevur savnað inn nóg nógvar undirskriftir at stilla upp til Fólkatingið. Rasmus Paludan og Stram Kurs hava fingið neyðugu 20.109 veljaraváttanirnar, sum skulu til, váttar Innlendismálaráðið, sambært Danmarks Radio. Beinleiðis sending, har føroyameistararnir í borðtennis, badminton og judo verða kosnir. Vit byrja at senda klokkan 13.00, og næstu tímarnar síggja vit okkara bestu ítróttafólk í hesum ítróttagreinum. Í borðtennis og badminton vóru einmansleikir hjá monnum og kvinnum, blandaður tvímansleikur og tvímansleikirnir hjá kvinnum og monnum. Føroyameistarar í judo Navn Vektklassi Dánjal á Krákusteini úr Havnar Judofelag 66 kilo Silja Johannesen úr Sunda Judofelag 63 kilo Jógvan Páll Kristiansen úr Sunda Judofelag 73 kilo Anna á Fløtti Antoniussen úr Klaksvíkar Judofelag 63 kilo Nicolai Skoubo úr Havnar Judofelag 81 kilo Edvard Johannesen úr Sunda Judofelag Opin bólkur Systkin eru føroyameistarar Durita Fríðadóttir Jensen er føroyameistari fyri triðju ferð í einmansleiki í borðtennis hjá kvinnum, meðan beiggi hennara Fróði Fríðason Jensen er føroyameistari í einmansleiki hjá monnum. Tvímansleikin hjá kvinnum vunnu systrarnar, Anna og Rakul Mikkjalsdóttir, meðan Fróði F. Jensen og Hallur Thorsteinsson vunnu hjá monnunum. Javnir badmintondystir Í badminton eru Rannvá Djurhuus Carlsson og Bartal Poulsen føroyameistarar, eftir at tey vunnu sínar einmansleikir. Rannvá vann sín dyst 2 1, meðan Bartal vann sín 2 0. Benjamin Gunnarstein og Rannvá Djurhuus Carlsson vunnu blandaða tvímansleikin, Magnus Dal Christiansen og Benjamin Gunnarstein vunnu tvímansleikin hjá monnum og Bjarnhild í Buð Justinussen og Lena Maria Joensen vunnu hjá kvinnunum. Síðan 1991 hevur arbeitt verið við at gera ein golfvøll í Føroyum. Og alt bendir á, at teir fyrst golfbóltarnir kunnu skjótast á Glivursnesi um trý til fýra ár. Ein semja er funnin millum Tórshavnar kommunu og festaran, og býraði hevur samtykt at játta slakar 10 millónir til fyrsta stig í ætlanunum. Stóri spælararnir hjá Kyndli í kvøld vóru Marianna Geirsdóttir, sum skoraði tíggju mál, og málverjin, Jovana Stranjanac, sum hevði nógvar góðar bjargingar. FM vinnarin í landskappingini í hondbólti hjá kvinnum verður tí funnin í morgin í triðju og avgerandi finaluni, sum verður spæld í Vestmanna klokkan 17.00. Løgini Slipping Through My Fingers og When All Is Said og Done eiga eisini at verða nevnd. Hetta var fyrsta talgilda innspælingin hjá ABBA. Útgávan hevur eins og Super Trouper frá árinum fyri ein sorgblíðan tóna. Alment gavst ABBA ikki sum bólkur eftir hesa útgávu, men tey hildu bara ikki fram at gera plátur, tó onnur stakløg vórðu givin út eftir The Visitors. Plátubarrin 27. apríl 2019. Seinasta kappingarárið hevur ongantíð verið ivi um, at Vár Erlingsdóttir Eidesgaard er millum tær allar bestu í føroyskari svimjing. 18 ára gamla Vár úr Havnar Svimjifelag, svimur í 12 kappingum í FM á langgeil í Vági, og higartil hevur hon vunnið allar, sum hon hevur svomið. Neyðugt bleiv við trimum settum, áðrenn Rannvá Carlsson tryggjaði sær sítt áttanda føroyameistaraheiti í einmansleiki í badminton. Í mansfinaluni varð vístur sera góður ítróttaandi, tá annar spælarin kolldømdi dømingina hjá høvuðsdómaranum til fyrimuns fyri mótstøðuspælaran. 27 íbúðir skulu eftir ætlan byggjast á Argjaboða á Argjum í næstum. Tórshavnar kommuna hevur fingið umsókn frá einum privatum felagi um at byggja íbúðarhús við 27 íbúðum umframt einum felagshúsi. Umsóknin er send Tórshavnar Kommunu, tí økið liggur í C3 øki, sum merkir, at tú einans kanst byggja, um tú hevur fingið eina serstaka byggisamtykt. Tekniski stjórin og býararkitekturin hjá kommununi mæla til at góðkenna uppskotið at gera eina serstaka samtykt til økið, sum loyvir privata felagnum at byggja íbúðarhúsið, treytað av, at umsøkjarin fær loyvi at keypa lendið. Tær 27 íbúðirnar á Argjaboða eru 93 fermetrar hvør og hava trý kømur. Íbúðarbygningurin er umleið 14 metrar høgur og er í 4 hæddum tríggjar hæddir við íbúðum og ein parkeringskjallari. Økið er ikki egnað sum íbúðarhús, sum er. Eitt nú metir tekniska deild hjá kommmununi, at verandi kloakkleiðing í økinum, ikki klárar at taka ímóti spillvatni frá 27 íbúðum. Antin má ein nýggj útleiðing gerast út á streymasjógv ella gera eina nýggja pumpuskipan, sum megnar at pumpa spillvatnið upp í leiðinginia, sum kemur frá útsykkingini undir Kongavarða, sum liggur nakað omanfyri. Felagið, sum umsitur rættindini hjá føroyskum tónasmiðjum, setti í fjør góðar 413.000 krónur í Føroya Grunnin at lata víðari til ymisk tónlistarlig endamál í Føroyum. Fýra festivalar fingu 105.000 krónur í stuðli harav Summartónar fingu meira enn helvtina. 60.000 krónur. Hinir tríggir festivalarnir, Fólkatónleikastevnan, G Festivalurin og Vetrarjazzur fingu 15.000 krónur hvør. 27 tónleikarar fingu eisini íalt 60.000 krónur í stuðli til útgávur av fløgum og stakløgu. Og at enda vórðu 5000 krónur latnar fyri eitt skeið í kompositión. Í gjár skeyt 19 ára gamli John Earnest eftir fólki í eini synagogu í California. Hann varð handtikin norðanfyri San Diego aftaná álopið, sambært BBC. Sýslumaðurin í San Diego, Bill Gore, sigur, at teir kanna sosialu miðlarnar hjá unga manninum, og har hava teir funnið eitt eitt anti semitiskt bræv, sum hann hevði lagt út á netið átta tímar áðrenn álopið. Í brævinum sigur John Earnest, at hann hevur fingið íblástur frá álopunum á tvær Christchurch moskur síðsta mánað, og skotálopinum á eina synagogu í Pittsburgh í oktober 2018, har 11 fólk doyðu. John Earnest er eisini undir illgruna fyri at hava sett eld á eina mosku síðsta mánað. Forsetin Donald Trump skrivaði á Twitter, at tankar hansara vóru við teimum raktu, og hann rósti hann myndugleikunum fyri gott arbeiði. Vandin fyri at fáa sálarligar trupulleikar orsakað av ovurfita veksur so líðandi gjøgnum barnaárini, vísir ein stór bretsk kanning, sambært BBC. Kanningin hugdi ikki at orsøkum, men granskararnir siga, at tað er sannlíkt, at fátækradømi er ein orsøk til bæði ovurfita og sálarligar trupulleikar. Kanningin hugdi at hædd og vekt hjá børnunum, og frágreiðingum frá foreldrunum um sálarheilsuna hjá børnunum, tá tey vóru trý, fimm, sjey, 11 og 14 ára gomul. Mugu fyribyrgja ovurfita hjá børnum Úrslitini av kanningini, sum JAMA Psychiatry hevur útvivið, styrkja um orsøkina til at fyribyrgja ovurfita hjá børnum, siga granskararnir. Fólk halda, at ein bara kann eta minni og íðka meira, men tað er nógv meira samansett enn tað. Ovurfiti og sálarligir trupulleikar eru samanfløktir, sigur hon. Prosenttalið av ovurfita og sálarligum trupulleikum hjá børnum er vaksandi, og tí er tað ein almenn søk at skilja, at tey hanga saman, og bæði hava tey samband við vánaliga heilsu í vaksnamannaárunum, sigur Charlotte Hardmann. Klaksvíkar judofelag er veruliga komið fyri seg aftur eftir fleiri ár í dvala, og tað bleiv markerað við einum gullheiðursmerki í kvinnufinaluni í pluss 63 kilo bólkinum. Ráðið fyri Ferðslutrygd vil steðga gáloysni í ferðsluni. Tað vil siga at steðga øllum tí, tú gert í bilinum, sum einki hevur við koyringina at gera. Ráðið fyri Ferðslutrygd leggur serliga dent á telefonnýtsluna í hesum átakinum, at tosa í telefon, skriva sms boð og annað, meðan ein koyrir bil. Men sambært eini Gallup kanning, sum Ráðið hevur umbiðið, siga 85 prosent av teimum spurdu, at gáloysni hevur stóran týdning fyri talið av álvarsligum ferðsluvanlukkum. Meira enn sætti hvør av teimum spurdu sigur seg tosa í handhildna telefon, meðan tey koyra í minsta lag tvær til fýra ferðir um vikuna. Vit lata slikkipinnarnar við einum skálkabrosi, tí so stappar mann slikkipinnin í munnin, meðan mann koyrir. Koyr, meðan tú koyrir bil, tig og ikki tosa í telefon, sigur Lovisa Petersen Glerfoss. Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur boðið kommununum at luttaka í átakinum. 15 kommunur hava játtað at vera við at lata slikkipinnar og klisturmerki og harvið deila boðskapin út. Í dag er aftur val í Spania, og valið hesaferð fer eftir øllum at døma at elva til eina greiða sundurskiljing millum høgra og vinstra. Eftir eitt spent valstríð við trupulleikum um tjóðarsamleika og javnstøðu, er sannlíkt, at tað fer at taka vikur ella mánaðir at skipa eina samgongu í Spania, skrivar Reuters. Eingin hevur meiriluta Fimm flokkar hava møguleika at sleppa í landsstýrið, men ósemjurnar eru so nógvar, so tað verður trupult at finna eina avtalu millum flokkarnar. Eingin flokkur sær út til at fáa meiriluta, men sosialistiski flokkurin hjá undanfarna forsetanum, Pedro Zanches, fær flest tingfólk, men konservativi flokkurin, Vox Party, sær eisini út til at fáa nógv tingfólk. Sálmarnir vóru hesir 694 Nú strýkur vár um heimlandssvøll sálmabókaískoytið 40 Hvør kann Harrans stórverk fata 195 Deyði, hvar er nú broddur tín 498 Guðs friður ber av einglavakt 201 Grøvin sterka rivnað er Prestur Hanus á Gørðum, Deknur Hákun Dam, Klokkari Ólavur Samson, Urguleikar Jóhanna Jóhannessen, Tøkningur í Kirkjuni Erik Biskopstø, Tøkningurin í studio og annonsørur Leivur Thomsen Tað bleiv skotbardagi, og har doyðu Zainee Hashim, Rilwan Hashim og pápi teirra Mohamed Hashim, sum vóru við í einum sjónbandi, sum var á sosialu miðlunum. Í sjónbandinum løgdu teir upp til kríggj í móti øllum vantrúgvandi, og eggjaðu sínum fylgjarum til at drepa vantrúgvandi, meðan børn sóust í bakgrundini. Svágurin hjá Hashim brøðrunum, Niyaz Sharif, hevur váttað fyri Reuters, at tað eru Zainee, Rilwan og Mohamed Hashim, sum eru at síggja í sjónbandinum. Tað er beiggi teirra, Zahran Hashim, sum eftir øllum at døma er oddamaðurin handan yvirgangsálopini í Sri Lanka páskadag, sum kravdu fleiri enn 250 mannalív. Myndugleikarnir hava handtikið fleiri enn 100 fólk, har í millum útlendingar úr Sýria og Egyptalandi. Myndugleikarnir eru bangnir fyri, at fleiri sjálvmorðsbumbarar eru í Sri Lanka. Tað er fallið formanninum í Miðflokkinum fyri bróstið, at landsstýriskvinnan í almannamálum í gjár gav andsstøðuni skylduna fyri, at vælferðaruppskotið møguliga dettur niðurfyri áðrenn valið. Málið snýr seg um vælferðaruppskotið, sum í løtuni liggur í trivnaðarnevndini til viðgerðar. Men hóast meiriluti tykist vera fyri tí mesta í uppskotinum, so er ikki vist, at tað verður samtykt. Eg haldi tað vera undrunarsamt, at man sigur, at teir veikastu borgararnir í samfelagnum kunnu bíða, tá man samstundis sigur, at øll eru samd um hesi málini, segði Eyðgunn Samuelsen við útvarpið í gjár. Hatta var ein provokatión, sum saktans kann gera, at andsstøðuflokkarnir siga, at um tað er soleiðis, tí politikarar eru sum øll onnur menniskju teir tola ikki alt, sigur Jenis av Rana. Jenis av Rana, sum eisini situr í trivnaðarnevndini, vísir millum annað á, at fleiri feløg, sum umboða tey, sum lógin umfatar, hava sent hoyringssvar til nevndina, har tey ynskja at fáa okkurt broytt í lógaruppskotinum. Tað, sum eg sakni, er at vit nú kunnu seta okkum niður at tosa um allar tær atfinningarnar, sum feløgini hava havt. Og tosa saman sum nevndarlimir, hvussu vit kunnu gera broytingar, so atfinningarnar verða tiknar til eftirtektar, sigur Jenis av Rana. Nikos Metaxas hevur fjalt trý av líkunum, sum løgreglan enn ikki hevur funnið, í nøkrum kuffertum í einum vatni. Kuffertini eru nú funnin og verða kannað. Fyrr í mánaðinum vórðu tvær kvinnur funnar deyðar, sum høvdu verið burtur síðani mai í fjør, og fyri tveimum døgum síðani varð ein kvinna afturat funnin deyð. Bleiv avdúkaður á netinum Ein av gentunum, sum er burtur, er seks ára gamla dótturin hjá tí fyrstu kvinnuni, sum varð funnin deyð, 38 ára gamla Mary Rose Tiburcio. Løgreglan fann fram til Nikos Metaxas, tí hann hevði samskift við Mary Rose Tiburcio á sosialu miðlunum. Í næstu viku kemur eitt toymi av bretskum løgreglumonnum at hjálpa við rannsóknini. Myndugleikarnir ákærdir fyri líkasælu Hópdrápini skelka fólk á Kýpros, og myndugleikarnir kunnu verða ákærdir fyri revsiverda líkasælu og mismun, tí allar kvinnurnar eru útlendskar. Politiski flokkurin AKEL krevur, at løgregluovastin og ráðharrin, sum varðir av økinum, fara frá, tí tað varð ikki tikið í álvara, tá kvinnurnar blivu burtur. Eftir tríggjar langar finaludagar í Vági, eru allir føroyameistararnir í langgeil funnir. Summir av svimjarunum fingu ikki bert gullheiðursmerkir heimvið, men eisini nýggj, flott føroysk met. Kvinnurnar hjá Ægir settu føroyskt met í 4x100 blandaðari svimjing. Tær megnaðu at svimja teinin við tíðini 4 33.08. Tíðin er 5 hundraðpartar skjótari enn gamla tíðin, ið kvinnurnar hjá Ægir eisini áttu. Vár Erlingsdóttir Eidesgaard megnaði at svimja tíðina 2 27.37 í 200m firvald. Hon eigur harvið eisini føroyskt met. Tíðin var 1.03 sekund skjótari enn gamla metið hjá Janu Thomsen. Dreingirnir úr Havnar Svimjifelag settu eisini føroyskt met, tá teir svumu 4x100 frísvimjing við tíðini 3 40.31. Eisini áttu teir gamla metið. Tað var í síðsta mánað, at Kringvarp Føroya umrøddi málið um orkupolitikkin hjá Javnaðarflokkinum, sum varð bygdur á eina frágreiðing, sum starvsfólk hjá Javnaðarflokkinum á Fólkatingi hevur gjørt. Pengarnir, sum verður latnir sum ískoytisstuðul tað vil siga skrivstovupengarir skulu skiljast burtur frá floksstuðlinum, skrivar Claus Brask, kunningarfólk hjá Fólkatingsskrivstovuni við Kringvarp Føroya. Lagt verður afturat, at har kunnu vera økið, har skrivstovupengar og floksstuðul blandast saman, men í slíkum førum eigur fólkatingslimurin at gera leiðreglur fyri og at skilgreina mannagongdir, sum tryggja, at pengarnir verða skildir hvør frá øðrum. Í fólkatingsvirkseminum hendir í fleiri førum, at fólkatingslimir og teirra starvsfólk hava samband við og samstarva við flokkin, sum fólkatingslimurin umboðar, skrivar Fólkatingsskrivstovan, sum leggur afturat, at starvsfólk hjá fólkatingslimum gjarna mugu luttaka í politiskum arbeiði fyri ein flokk uttanfyri arbeiðstíð. Hans Jørgen Djurhuus hevur seinastu árini verið knýttur at venjaratoyminum hjá Víkingi, meðan Kári Reynheim seinast sat við róðrið hjá AB, tá liðið flutti upp í bestu deildina í 2017. Hóast finalan ikki fer í søguni sum hin best spælda, so hevði hon allan tann spenningin, sum man kann ynskja sær frá einari finalu. Hetta var serliga takkað verið málverjanum hjá Kyndli, Jovana Stranjanac, sum spældi ein sera góðan dyst við nógvum góðum bjargingum. So eru vit aftur í Mórugøtu 8. Og tá ið vit byrja á hesum sinni, so eru vit í skúlanum og hoyra um næmingaráðið, sum skal setast á stovn. Vit skriva og samskifta sum ongantíð fyrr á teimum sosialu miðlunum, og tað hevur ført við sær, at serliga eitt tekn verður minni og minni brúkt Punktum. Ein tekstur við stuttum setningum setningum og punktum er lættari at skilja, heldur enn langir setningar við nøkrum fáum kommateknum. Eyðbjørt Skylv Midjord, miðla og samskiftisfrøðingur, sigur, at tað er ógvuliga ymiskt hvønn týdning fólk leggja í ymsu brosteknini. Summi fata brosteknini sum óseriøs, og tí eiga tey als ikki at verða brúkt í formellum samskifti, leggur Eyðbjørt Skylv Midjord aftrat. Fótbóltshallirnar eru framvegis í Mentanarnevndini. Eitt uppskot um at taka málið úr nevndini, hóast einki álit er skrivað, fall í dag. Tingmenninir Bill Justinussen og Jákup Mikkelsen eiga uppskotið um fótbóltshallir. Tað varð lagt fram 20. september og fór í Mentanarnevndina 8. oktober. Tingmenninir báðir skjóta upp, at landskassin rindar helvtina, tá fótbóltshøll verður bygd. Fótbóltshallir hava verið í tinginum fyrr. Í tingsetuni 2014 fall uppskot til samtyktar um almennan stuðul til at byggja hallir. Í undanfarnu tingsetu fall málið burtur, tá tingsetan 2017 endaði á ólavsøku í fjør. Tað eydnaðist umsitingini hjá Tórshavnar kommunu at spara nakrar milliónir krónur, nú umlættingarheim skal byggjast við Rólantsgøtu í Hoyvík. Meirilutin í býráðnum samtykti fyri einum mánað síðani at samráðast við byggifelagið MT Højgaard um umlættingarheimið og endurvenjingarmiðstøðina í Hoyvík. Sjálvstýrið tekur undir við uppskotinum hjá Miðflokkinum um at dagføra vegir og tunlar, sum er til aðru viðgerð í løgtinginum í dag. Harvið verður uppskotið hjá Miðflokkinum, sum bindur landskassan at játta Landsverki 20 milliónir krónur í ár, og 200 milliónir krónur næstu tíggju árini, eftir øllum at døma samtykt. Bæði andstøðan og Magni Laksafoss, uttanflokkantingmaður, taka eisini undir við uppskotinum. Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur sagt, at samtykkir løgtingið eitt uppskot, sum kostar landskassanum nógvar pengar, uttan um samgonguna, so verður val útskrivað. Tað er heilt avgerandi, at um kostnaðarmikil mál ella prinsipp mál verða samtykt uttan um samgonguna, so kann man ikki liva við tí. Tað vil siga, at fer man mitt í tí heila at samtykkja uppskot, sum kosta nógvar pengar uttan um samgonguna, og sum kanska ikki er heilt ráðiligt, tí útreiðslurnar verða ov stórar, so eigur man at skriva út nýval, segði løgmaður við útvarpið í síðstu viku. Løgmaður var greiður mikudagin í síðstu viku. Hann skrivar út nýval, um nakað kostnaðarmikil mál ella prinsipp mál verða samtykt uttan um samgonguna. Spurningurin er so, um uppskotið hjá Miðflokkinum um at játta 200 milliónir til viðlíkahalda av vegum og tunnlum er eitt kostnaðamikið mál, eftir løgmansins tykki. Líkt er til, at tað verður samtykt við aðru viðgerð í dag. Tey, sum eru við í sendingini, eru Hanus Højgaard, Elsa Hansen, Jack Højgaard, Haldor Gaardbo, Mikael Johan Heinesen, Frits Johannesen, Jóhanna Petersen, Kristin Nordendal Løgmaður hevði frammanundan sagt, at samtykkir løgtingið eitt uppskot, sum kostar landskassanum nógvar pengar, uttan um samgonguna, so verður val útskrivað. Hesin eini tingmaðurin var Kári P. Højgaard, sum nakrar tímar áðrenn hevði fingið lógvabrestir, eftir at hava takkað fyri seg á tingsins røðarapalli. Innihaldið verður lætt og stuttligt, men eisini álvarsom evni verða viðgjørd saman við teimum vaksnu, sum skulu gera tað lættari at tillaga seg til føroyska samfelagið. Vit eru í Mórugøtu 8, saman við Kenneth, Katju, Katrin, Kári og vinmanninum Jón. Vit hoyra um óskiljandi orð, sum eru torfør at stava, og um næmingaráðið í skúlanum. Stóra verkætlanin hjá dótturfelagnum NET at breiða fipur út í øllum landinum hevur myndað ein part av virkseminum hjá Føroya Tele í fjør. Fyrstu kundarnir hava longu fingið fipurbreiðband, men mett verður, at ein landsumfatandi útbygging fer at taka millum 5 og 7 ár, skrivar Føroya Tele. Felagið ætlar í fyrstu atløgu at royndarkoyra 5G á útvaldum støðum í landinum, harímillum Havnini, Klaksvík, Runavík og Tvøroyri men hevur langskygda ætlan um eitt landsumfatandi 5G Net, boðar Hey frá í skrivi. Hey mælir samstundis til, felagið og hini tele veitararnir deila eitt og sama 5G net, heldur enn at byggja tvey sjálvstøðug net í Føroyum. Tað hevur positiva ávirkan á samfelagsbúskapin, tí kostnaðurin til útbúgving og rakstur av 5G netinum lækkar fyri allar veitarar, og harvið lækkar eisini prísurin til endabrúkaran, skrivar Hey í umsóknini til Fjarskiftiseftirlitið. Hetta sjónarmið meta vit eru umráðandi at taka upp í samband við tilgongdina at tilluta veitarum frekvensir til 5G tøkni, skrivar Hey víðari í umsóknini. Tað er blivið alsamt meira vanligt, at fólk brúka Facebookvangar hjá deyðum persónum sum eitt slag av kirkjugarði. Tað er har, tey minnast viðkomandi, skriva sínar tankar og fortelja ymiskt, sum tey høvdu ynskt, at tey kundu fortalt hesum persóninum, sum er farin foldum frá. Sambært prestinum, Theodor Eli Dam Olsen, er tað ein rættiliga natúrlig gond, at fólk í størri mun eru farin at brúka sosialar miðlar eisini tá tað snýr seg um sorg og deyða. Tað eru summi, sum siga, at tey kenna seg meira heima á Facebook enn á kirkjugarðinum. Tí velja tey at brúka eitt nú minnissíður á Facebook, har tey kunnu minnast viðkomandi persón, sigur Theodor Eli Dam Olsen. Viviann Tórsdóttir fegnast um, at mamma hennara, sum fór alt ov tíðliga, hevur eina minnissíðu á Facebook. Eg vitji hana javnan, og tað er mær ein góður uggi, sigur hon. Hóast talan nú er um eina minnisíðu, hava vit, sum eru vinir við hana, atgongd til alt tilfarið á síðuni, sigur Viviann Tórsdóttir. Alt gott um ungdómshús til børn og ung, men eg haldi, tað er umráðandi, at børnini eisini sleppa at bjóða vinfólkum heim til sín at spæla. Tí tað er tá, at foreldrini kunnu fylgja við í, hvat fyriferst í vinaflokkinum, og hvørji hini børnini eru, sum teirra barn brúkar tíð saman við. Almannamálaráðið hevur gjørt eitt lógaruppskot um Bú og heimatænastuna í Suðuroynni. Bú og heimatænastan er samstarvið millum tær sjey kommunurnar í Suðuroynni um eldraøkið. Kommunala samstarvið fer eisini at taka á seg uppgávur, sum nú eru hjá landinum, men sum eru tættari kjarnuøkinum og førleikanum hjá kommunala samstarvinum. Landsstýrið hevur tí eisini lagt fram uppskot um eykajáttan í 2019. Tær 4,5 milliónirnar, sum skulu brúkast næsta ár, vera í fíggjarlógini fyri 2020. Bæði Heilsu og innlendismálaráðið og Kommunufelagið siga, at hoyringarfreistin er ov stutt hon var styttri enn tveir dagar til, at uppskotið er viðgjørt har. Varðin pelagic, Regn og Framherji keyptu. Miðalprísurin var 6,62 krónur fyri kilo. Hægsti prísur var 6,71 krónur og tann lægsti 6,52 krónur fyri kilo. Nú eru tvær uppboðssølur eftir í hesum umfarinum. Í dag verða rætturin at fiska 20.000 tons av norðhavsild seldur á opnari uppboðssølu á Fiskamarknaðinum. Nógv tað mesta, 18.261 tons, eru eitt árs rættindi, 585 tons eru trý ára rættindi og rætturin at fiska 1.170 tons verður seldur í átta ár. Lógin um sjófeingi skal nú standa sína roynd. Tí keypti partafelagið Regn á Toftum rættin at fiska 875,3 tons av makreli á afturlatnu uppboðssøluni í gjár. Regn eigur línuskip, sum ikki fiska makrel. Anfinnur Olsen, reiðari, sigur, at tað er fyri at royna fiskivinnupolitikkin hjá landsstýririnum, at júst Regn keypti hendan rættin. Í tí útboðnum eru 30 íbúðir á Biskupstorgi og tríggjar í Hvannasundi. Íbúðirnar verða latnar teimum, sum hava staðið longst á bíðilistanum. Mikke eigur trý børn, hon hevur alt lívið borið eitt loyndarmál. Ein dagin avger hon at vera sonn móti sær sjálvari, liva uttan avnoktan og hon avdúkar loyndarmálið. Ferðafólkatalið um flogvøllin í Vágum veksur við rúkandi ferð, og tað merkir, at bara fimm ára gamli terminalurin verður ov lítil longu í ár. Fríggjadagin 3. mai verður seinasti fimmarin í Pubbini á Tvøroyri, sum letur aftur. Og 31. mai, tá Mentanarnátt er á Tvøroyri, er eisini seinasta tiltakið á Seglloftinum. Hetta verður kunngjørt á Facebook í kvøld. Anna Kirstin Thomsen, sum hevur rikið Pubbina og Seglloftið, meðan eitt felag í Havn eigur bygningarnar, sigur á Facebook, at hon er hørm um, at tey lata aftur. Samstundis fegnast hon um, at tað eydnaðist beiggja hennara og øðrum at fáa friða bygningarnar og fiskaplássið, og at tey fingu umvælt Pubbina og Seglloftið soleiðis, at hetta nú eru millum hugnaligastu hølir í landinum. Eg vóni sjálvandi, at virksemið heldur fram undir aðrari leiðslu, tí hesir bygningar eru upprunin til Tvøroyri, og her hevur altíð ýtt av lívi. Tað hevði verið stórt spell, um teir nú fara at standa myrkir og tómir eftir 183 árum, sigur Anna Kirstin Thomsen á facebookbólkinum hjá Pubbini og Seglloftinum. Seinast vit hoyrdu var tað strævið at vera Kenneth. Jón og Kenneth vilja í næmingaráðið. Tá ið vit endaðu seinast var Kenneth hjá stjóranum. Forsetin í Indonesia, Joko Widodo, sum herfyri varð afturvaldur sum forseti í landinum, hevur boðað frá, at høvuðstaðurin skal flytast, tí hann søkkur 25 sentimetrar um árið, og tann gongdin kann ikki halda fram. Jakarta er ein av heimsins størstu býum, og har búgva um 30 milliónir fólk. Stór tilflyting hevur verið seinastu árini, og tað hevur havt við sær, at grundvatnið verður tráðnýtt, og tí fellur jørðin undir býnum saman. Gongdin kann ikki halda fram, og tí hevur stjórnin gjørt av, at flyta høvuðstaðin av oynni Java, til eina aðra oyggj, men einki verður sagt um, hvørja oyggj talan er um. Norðrari parturin av Jakarta, sum liggur út ímóti havinum, er sokkin 2,5 metrar seinastu 10 árini, og tí er stórur partur av økinum undir í vatni, skrivar BBC. Heldur gongdin fram, so verður næstan allur býurin undir í vatni í 2050. Tað fer at taka eini 10 ár at flyta høvuðsstaðin, sigur ætlanarráðharrin í landinum. A family camp with a focus on integrating newcomers to the Faroes will take place in Nesvík, Streymoy, on the weekend of 11 13 October. Í kvøld klokkan 19.30 sýnir filmsfelagið filmin F gelf ngerens son í Havnar Bio. Hetta er fyrsta almenna sýningin, og sjónleikarar eru komnir til Føroya í sambandi við frumframsýningina. Vígdis Hentze Bjørck er sera spent at vita, hvussu filmurin verður móttikin í Føroyum. Tey flestu kenna Vígdis sum dansara og koreograf, og hetta er fyrstu ferð, at hon er við í einum filmi. Handlingin í filminum er um ein garð, sum er við at gleppa hjúnunum, Esmari og Jóhonnu, av hondum, tí tey eiga bert døtur, men so er ein kvinna, sum vil hjálpa teimum úr trupulleikunum. Tá eg tók við starvinum sum stjóri á Háskúlanum fyri skjótt fimm árum síðani, roknaði eg við, at hetta var eitt átta til fýra arbeiði. Men tað kann eg so ásanna, at tað er tað avgjørt ikki. Orðini eigur Annfinnur Heinesen, sum tann 30. august í ár hevur sín seinasta arbeiðsdag sum stjóri á sjálvsognarstovninum Føroya Fólkaháskúli. Sum skúlastjóri á Háskúlanum ert tú onkursvegna til arbeiðis alt døgnið, tí hóast klokkan er farin av fýra, so kunnu tað vera fleiri uppgávur, sum tú mást taka tær av. Og tað krevur nógv av tær og eisini tínum nærmastu, tí sum skúlastjóri býrt tú jú eisini á skúlanum, sigur Annfinnur Heinesen. Eg haldi, at eg havi nátt teimum málunum, eg setti mær fyri, tá eg tók við sum stjóri. Vit hava megnað at fáa eitt nýtt publikum, soleiðis at skúlin er farin at fevna sera breitt og er alt annað enn konservativur og bara fyri mentanarligu elituna. Og so hava vit eisini megnað at hava eitt gott samstarv við politisku skipanina, soleiðis at játtanin til skúlan er hækkað, og neyðugar umvælingar eru gjørdar á skúlanum, sigur Annfinnur Heinesen, sum ikki veit við vissu, hvat hann fer at takast við eftir summarfrítíðina. Fyrst ætli eg mær líka at merkja eftir, hvat tað er, eg vil, og havi hug til. Men eg kundi hugsað mær at fingist við sjónleik og skrivað aftur, sigur Annfinnur Heinesen. Tá Føroya Fuglafrøðifelag hevði aðalfund 27. apríl, vóru fimm fuglfrøðingar heiðraðir. Teir vóru Bergur Olsen, Aksal Poulsen, Erik Mortensen, Jens Kjeld Jensen og Andrias Reinert. Í grundgevingini, fyri at lata Andriasi Reinert heiðurslønina, stendur soleiðis Andrias Reinert er at kalla undangongumaður Bergur Olsen, og setti hann sjøtul á at kanna og ringmerkja føroyskan lomviga. Í Havn er hann eisini kendur fyri sínar royndir við føroysku gásini og øðrum húsdjórum, og hann gjørdi eisini forvitnisliga roynd at sleppa rýpum út sum veiðufugl í Føroyum. Annars er hann kendur fyri sítt megnararbeiði innan menning av føroyskum havbúnaði og landbúnaði, og hevur hann sum heild lagt nógva vitan eftir seg um føroysku vistskipanirnar. Rætturin at fiska 70.643 tons av svartkjafti er settur av til uppboðssølu í ár í staðin fyri tey upprunaligu 68.193 tonsini. Stívliga 50.000 tons eru longu seld á uppboði. Skúladepilin við Marknagil skal nú hava fleiri pengar. Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, hevur í dag biðið løgtingið um 9,5 milliónir krónur til byggingina. Frammanundan eru 14,4 milliónir krónur í fíggjarlógini fyri 2019. Útreiðslan er útreiðsluneutral, tí pengarnir skulu takast av øðrum játtanum í ár. Íløgurnar til tjóðleikhúsið minka hálva millión, til Sjóvinnudepilin eina millión, og átta milliónir krónur færri vera at bygga bústovnar fyri í ár. Fíggjarmálaráðið sigur, at Landsverk hevur nú kannað tað, sum eftir er at gera á Glasi. Talan er um arbeiði, sum verandi byggileiðsla hevur staðfest ikki eru gjørd og eru til ampa fyri virksemið hjá skúlanum. Hetta fer at tryggja, stendur í lógaruppskotinum, at alt arbeiði, sum verður mett neyðugt at gera fyri, at skúlin fær endaligt nýtsluloyvið, verður gjørt. Meðallivialdurin í Føroyum hækkar støðugt, og kvinnur kunnu nú vænta at gerast 84 ár og menn 80 ár. Men hví liva menn styttri enn kvinnur Tí teir roykja meira, drekka meira, eru ofta einsamari, fara seinni til lækna og hava vandamiklari arbeiðir. Í sendingini verður varpað ljós á tann váðafúsa liviháttin hjá serliga monnum. Í dag standast 70 prosent av øllum sjúkum í vesturheiminum av ósunnum livihátti, men broyttu føroyingar atferð, kundi heilsuverkið spart hundraðtals milliónir krónur árliga, verður millum annað sagt í sendingini. Barsilsfarloyvið er nú longt upp í 48 vikur. Tað samtykti løgtingið við triðju viðgerð fyrrapartin. Barsilsfarloyvið var 46 vikur frammanundan Løgtingið samtykti samstundis, at foreldrini skulu gera av, hvussu tey nýta barsilsfarloyvið. Tað samtyktu 17 løgtingsfólk, meðan 16 vóru ímóti. Í uppskotinum, sum varð lagt fyri løgtingið, varð mælt til, at onnur vikan skuldu markast til pápan, meðan hina vikuna skuldu foreldrini taka avgerð um. Meirilutin í Rættarnevndini mælti til, at broyta uppskotið, so foreldrini sjálvi gera av, hvussu tey nýta tær tvær vikurnar, sum nú eru lagdar aftrat barsilsfarloyvinum. Tað samtykti løgtingið. Ruth Vang, tingkvinna hjá Framsókn, upplýsti í løgtinginum, at ætlanin var, at báðar vikurnar skuldu markast til pápan, men tað var ikki semja um í landsstýrinum. Tí varð ein semja gjørd, sum segði, at onnur vikan skuldi markast til pápan, meðan foreldrini sjálvi skuldu gera av, hvussu hin vikan skuldi nýtast. Meirilutin í Rættarnevndini segði seg vera av tí sannføring, at foreldrini eru tey, sum sjálvi skulu avgera, hvussu hesar báðar vikurnar skulu skipast, og legði tí eitt broytingaruppskot fram um tað. Meirilutin vísti á, at við broytingini kunnu foreldrini avtala sínámillum, hvør av teimum brúkar tær báðar vikurnar, sum barsilsfarloyvið nú verður longt. Tann broytingin varð samtykt. Ítróttarháskúlin er ein sólskinssøga, og nú verður næmingaheim verður bygt. Fótbóltsakademi ger hol í sjógvin í Marghøllini. Dansibandfestivalur samlar nógv fólk. Ferðavinnan tekur dik á seg. Matstøð daga spakuliga fram. Og á kei økinum er aftur komið lív í. Mentan og samleiki ganga hond í hond. Vinnumálaráðið heldur, at tað er ein fyrimunur at bjóða øki út føroysku megin markið, samstundis sum bretskir myndugleikar bjóða øki út bretsku megin markið. Meirilutin í vinnunevndini, Bjørt Samuelsen, Jørgen Niclasen, Bjarni Hammer, Ingolf S. Olsen og Jákup Mikkelsen, tók undir við uppskotinum. Minnilutin, Jógvan Skorheim, segði, at treytirnar um royalty eiga framvegis at verða í gildi, og hann mælti tinginum til at fella uppskotið. Tá atkvøtt varð við aðru viðgerð, varð uppskotið samtykt við 25 atkvøðum fyri og ongari ímóti. Ein atkvøða var blonk. Málið skal hava eina viðgerð í tinginum aftrat. Alexandur starvaðist nøkur ár sum sjómaður, men varð útbúgvin lærari av Føroya Læraraskúla í 1976. Hann starvaðist sum lærari á Venjingarskúlanum í Havn í tvey ár, síðan fór hann til Fuglafjarðar at virka sum lærari. Hann er búsitandi í Fuglafirði, har hann er giftur Karolinu Matras, og saman eiga tey tríggjar synir. Alexandur hevur verið virkin í Bókadeild Føroya Lærarafelags, har hann sat í nevndini í 20 ár frá 1980 2000. Harumframt hevur hann ritstjórna Mín jólabók í mong ár, og eisini hevur hann skrivað útvarpsleikir, tættir v.m. Á drúgvu yrkisleið síni sum orðasmiður, sum yrkjari og týðari v.m., hevur hann fingið bæði Mentanarvirðisløn M.A. Jacobsens og Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs tvær reisur, harumframt hevur hann fingið Sømdargávu Landsins í 2016. Í sambandi við sjeyti ára føðingardagin lat Sprotin út stórverk á 600 blaðsíður við heimslýrikki, Alexandur hevur týtt úr heimsmálunum. Savnið, sum ber heitið, Fjøtrað á flogi er 1 bind av 3 í røð av týðingum og yrkingum eftir Alexsandur. Í savninum hevur Alexandur flutt bitar av øllum teimum viðgitnastu yrkingum í evropiskum og amerikanskum bókmentum inn í føroyskt. Frá Homer til okkara dagar, og hevur sáldað tað besta úr tí besta, og hervið kunnu vit føroyingar nú lesa allar hesar perlur á okkara egna máli. Vit bjóðaðu Jensinu Olsen, sum hevur innspælt fleiri av tekstunum eftir Alexanduri á útgávunum, Grísaflísapætur frá 1999 og Og várið kom frá 2015, og Jógvan á Lakjuni, sum hevur sett løg til nakrar av yrkingunum eftir Alexandur, millum annað vakra sangin, Páskaljósð, sum Gentukórið úr Fuglafirði spældi inn í 1983 í útvarpsstovuna. Eisini vitja høvundarnir, Carl Jóhan Jensen, Heðin M. Klein og Oddfríður Marni Rasmussen Nón til eitt prát um nýggja verkið, Fjørtrað á flogi og um týðingarnar eftir Alexanduri. Unga Tjóðveldi Hervør Pálsdóttir Ungmannfelagið Samband Linn a L. Petersen Framsøkin Ung Bjarni Kárason Petersen Sosialistik Ung Barbara Gaardlykke Apol HuXa Beinir Johannesen Unga Sjálvstýri Heri Danielsen Í sendingini er tónleikur við nøvnum innan hip hop frá Suðurstatunum at hoyra, eitt nú Kriss Kross, OutKast, Lil Jon, Mingos og Goodie Mob. Sanglistin Unga Sjálvstýri Heri Danielsen Unga Sambandið Linn a L. Petersen HuXa Beinir Johannesen Unga Tjóðveldi Hervør Pálsdóttir Sosialistik Ung Barbara G. Apol Framsøkin Ung Bjarni K. Petersen. Urtir eru í køkshavanum, tær virka sum deodorant Kóka vatn og ger urtate, sum er gott at brúka til allan kroppin ella at bloyta føturnar í Elin Unnes, rock og urtagarðsmiðlafólk hevur gjørt sítt egna urta spa og vísir, hvussu tað kann gerast. Stephanie kennir eitt ávíst trýst, tá hon brádliga verður biðin um at dansa til eina stóra sýning, tí starvsfelagi hennara er skaddur. Vit fylgja seks kongligum ballettdansarum í hálvt ár og fáa innlit í, hvussu tað er at liva í einum heimi við beinharðari kapping, dissiplin, stórum dreymum og vónbrotum. Mikkel Niva hevur aldri kent pápa sín, sum fór avstað, tá drongurin var lítil. Nú er Mikkel farin at hugsa um, hvussu tað hevur ávirkað hann. Og hví megnaði pápin ikki at vera pápi hansara Plus fær prei um hundatryggingargjald, sum er vaksið við 138 prosentum í seks ár. Sanne Olsson kannar, hvat liggur aftan fyri ta ógvisligu hækkingina. Viðurskiftini feðganna millum eru líka samansett sum trupul. Men hví er tað so Og hvussu ber tað til, at menn hava so ilt við at samskifta við hvønn annan Tað kanna vit í hesi sendingini. Vit hitta tríggjar synir, sum hava tað í felag, at teir vilja kenna pápan betur og í síðsta enda kanska koma honum nærri. Vit eru í Mórugøtu 8 og í skúlanum. Nú verður spennandi at vita, hvør kemur í næmingaráðið. Hvussu sleppa tey í næmingráðið Kanska hanga plakatir upp Norski semingsmaðurin, Mats Wilhelm Ruland, heldur fram við royndini at finna semju ímillum SAS og flogskipararnar, sum eru í verkfalli. Tað boðaði hann frá klokkan 9 í gjárkvøldið, skrivar Ritzau. Hann segði tá, at tað framvegis var langt ímillum partarnar, men gongdin var í samráðingunum og tí fór hann at halda fram so leingi sum hann metti tað vera neyðugt. Kunningarstjórin hjá SAS í Noreg, Knut Morten Johansen, segði seinnapartin í gjár, at felagið miðaði eftir at byrja aftur at flúgva klokkan tvey í dag. Yvir 1400 flogskiparar hjá SAS hava verið í verkfalli síðani fríggjadagin, tí semja fekst ikki um lønina, arbeiðstíðirnar og arbeiðsskipaninar. Aftur í dag avlýsir SAS 709 fráferðir, og tað fer at ávirka 54.000 ferðafólk. Felagið boðar frá, at fólk, sum hava ferðaseðil til 5. mai, kunnu leggja ferðina um, ella fáa pengarnar aftur. Nú eru yvir 4.000 ferðir avlýstar og 382.000 ferðafólk eru rakt av verkfallinum, vísa tøl frá SAS. Tað skrivar tíðindastovan hjá Ritzau. Vit hoyra um landsroyndina 2019. Jafet, Bjarta og Dagny Maria ganga í 4. flokki í skúlanum við Løgmannabreyt. Tey hava verið til roynd í føroyskum. Leygardagin kundu tey loksins taka nýggju høllina í brúk, og tá varð skipað fyri stórum hátíðarhaldi, har fleiri enn 500 fólk komu á gott í Leguhúsinum, sum bleiv vígt í 1993. Hetta gevur okkum nakrar heilt aðrar og nýggjar møguleikar, og eg vóni, at vit við hesi útbyggingini eisini kunnu víðka um okkara virksemið, soleiðis at fólk, sum annars ikki høvdu vitjað húsið, koma inn her, sigur Andrias Magnussen, sum er aðalskrivari í Kirkjuligu Heimamissiónini. Sambært honum er ætlanin, at tey eitt nú kunnu hava stórar konsertir og vera karmur um venjingarlegur hjá ymiskum ítróttarfeløgum og so framvegis. Í morgunsendingini greiddi Andrias Magnussen frá útbyggingini av Leguhúsinum, og hvønn týdning tað hevur, at tey nú kunnu víka um virksemið. ÍSF hevur ynski um, at javnstøða millum kynini skal valda í mest møguligan mun. Í hesum sambandi tók aðalfundurin undir við uppskotinum frá starvsnevndini um javnstøðu í føroyskum ítrótti. ÍSF hevur sett sær sum mál, at í 2025 skal býtið millum kynini í einstøku nevndunum í minsta lagi verða 70 30, meðan tað í 2030 í minsta lagi skal verða 60 40. Fyri at arbeiða móti málinum um størri javnstøðu, hevur ÍSF gjørt kanning har hugt verður eftir, hvussu kynsbýtið í føroyskum ítrótti er í dag. Tað gevur meira dynamikk í nevndararbeiðinum, at hava meiri javnstøðu. Kynini hava kanska hvør sítt at geva, so tað er ógvuliga týdningarmikið, at øll eru umboðað, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, forkvinna í ÍSF. Hon er einsamøll kvinna í sínari nevnd, men í hondbóltsfeløgunum eru fleiri kvinnur enn menn. Gunn Ellefsen heldur, at tað er umráðandi, at nevndirnar eru breitt umboðaðar. Vit hava ikki havt fokus á kynsbýtinum í Hondbóltssambandinum, hóast vit onkuntíð hava tosað um tað. Eg haldi tó, at tað er við at broytast, tí tá eg fyri 15 árum síðani fór í nevndina hjá H71, vóru ikki so nógvar kvinnur til dømis, men so komu kvinnur í allar nevndinar, sigur Gunn Ellefsen. Nú skal Hondbóltssambandið so, eins og onnur sersambond, leggja størri dent á javnstøðu í nevndunum, tí í 2025 skal kynsbýtið vera í minsta lagi 70 30. Í summum ítrottargreinum eru fleiri menn enn kvinnur, meðan í øðrum ítrottargreinum eru fleiri kvinnur umboðaðar. Samlað eru tað tó fleiri menn í nevndum enn kvinnur. Hetta árið búðu mamman og synirnir í Jyllandi hjá mostrini Sannu, sum var gift við prestinum Carl Hermansen, ið seinni varð kirkjumálaráðharri. Pápi Torbjørn var Zacharias Sørensen av Kirkju, sum var skúlastjóri í Tórshavnar kommunuskúla. Mamman, Poula fødd Næs, var úr Vági. Sum børn ferðaðust systkini í báðum støðum. Tá Torbjørn hevði tikið realprógv fór hann í læru í Føroya Banka. Hann fekk ungur tokka til Aim e, sum búði í Vestmanna og legði nógv fyri at hitta hana. Tað eru tvey orð, sum verða oftari og oftari brúkt um orð, sum longu eru í føroyskum frammanundan. Tað eru orðini, luttaka og framleiða. Lurtari hevur skrivað til Málteigin um hesi orð, og her eru nøkur dømi Framleiða alifisk heldur enn at ala Framleiða hoyggj ístaðin fyri at hoyggja Framleiða tíðindi heldur enn at skriva tey Sama støða ger seg galdandi, tá tað kemur til orðið, luttaka 14 luttóku á evnisdegnum heldur enn at siga vóru við Fimm føroyingar luttaka á altjóða svimjjikapping, rennikapping og so framvegis ístaðin fyri at siga Fimm føroyingar skulu svimja ella renna í altjóða kapping NN skal luttaka í sangkapping heldur enn at viðkomandi skal syngja. Orðunum sjálvum bagir onki, men málið verður bæði fátækt og einstáttað, tá vit bert brúka hesi heldur enn onnur frálík føroysk orð, sum longu finnast, sigur Elin Henriksen, málkøn. Tey eru ikki nógv, sum vilja verða rektari á Fróðskaparsetrinum. Formaðurin í stýrinum, Ólavur Ellefsen, sigur, at tríggjar umsóknir eru. Tvær umsóknir eru úr Føroyum, og ein er útlendsk. Meira vil stýrisformaðurin ikki siga um umsóknirnar. Starvið var eisini á útlendskum starvsportalum. Stýrið hevur fund tann 14. mai og fer tá at viðgera umsóknirnar, men setanarbólkurin verður settur longu nú, sigur Ólavur Ellefsen. Ikki er útilokað, at rektarastarvið verður lýst leyst av nýggjum. Tað veldst um, hvussu góðar umsóknirnar eru hesaferð. Rektarin tekur við starvinum 1. september. Rektarin skal, sambært starvslýsingini, hava drúgvar leiðsluroyndir og neyvan kunnleika um granskingar og útbúgvingarøkið. Starvið er áramálassett í fimm ár. Á Fróðskaparsetrinum eru 24 útbúgvingar, okkurt um 1.000 lesandi og yvir 140 starvsfólk. Fróðskaparsetrið fær í høvuðsheitum sínar pengar í fíggjarlógini. Meirilutin, sum eru umboðini hjá andstøðuflokkunum Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum og Sjálvstýri, sigur, at tað hevur skund at fáa samtykt, at ófiskaðar kvotur í fjør kunnu flytast til í ár. Tað verður 28 ára gamli, Mads Rydal Nielsen, ið tekur við starvinum, nú Jeppe Borch, sum var venjari hjá Neistanum í tvey ár, hevur takkað fyri seg. Nýggi høvuðsvenjarin hjá Neistanum hevur millum annað verið venjari hjá SUS Nyborg, sum spælir í triðbestu hondbóltsdeildini í Danmark. Norðmenn hava valt talgilda lættleikan heldur enn talgilda tryggleikan, og tí er vandi fyri hóttanum og trýsti frá teldusníkum við hugflogi. Tað er sera harmiligt, um Bústaðir missa møguleikan at byggja fleiri leiguíbúðir. Tað sigur Elin Hentze, nevndarlimur í áhugafelagnum Búgva, sum arbeiðir fyri fjølbroyttari bústaðarmøguleikum í Føroyum. Ferð skuldi setast á byggingina av almennum leigubústøðum. Tað setti samgongan út í kortið, tá bústaðarpakkin varð lagdur fram í desember í fjør. Men nú løgtingið skal í summarfrí í morgin er vandi fyri, at lógaruppskotið hjá Kristinu Háfoss um at útvega heimild til at fíggja bústaðarbygging við lánsbrøvum, ikki kemur úr Fíggjarnevndini, áðrenn tingið fer í summarfrí og tískil, fellur burtur. Vit eru í einum politiskum valári, og áðrenn tað formliga valstríðið av álvara fer í gongd, bjóða vit formonnunum í teimum politisku flokkunum í Nón, ein fyri og annan eftir. Tey, sum manna bólkin Northern Assembly, eru Dina Dánialsdóttir, ið er hálvur sørvingur, Andreas Bevan, Jesper Smalbro og Jens Hedegaard. Bólkurin hevur latið úr hondum eina lp plátu, Death won t you marry me, sum kom út í fjør, og staklagið Closer together, sum kom út 29. mars í ár, og sum er fyrsta staklagið av nýggju plátuni, sum kemur út í september. Yrkingarnar hjá Northern Assembly snúgva seg millum annað um stóru spurningarnar í lívinum, ljóðmyndin er stórsligin, og løgini melodiøs og eitt nú merkt av næstan einglakendu røddini hjá Dinu Dánialsdóttir. Høvið verður at hoyra Northern Assembly hóskvøldið 9. mai, fríggjakvøldið 10. mai, og leygarkvøldið 11. mai, tá bólkurin hevur tríggjar dupultkonsertir saman við bólkinum Blátt Gras í ávíkavist Løkshøll, Sørvági og á Reinsarínum í Havn. Her kanst tú hoyra samrøðuna við Dinu Dánialsdóttir, sum eisini er kryddað við nógvum tónleikabrotum við Northern Assembly. Dansifrøði hevur í fjørheyst og í vetur skipað fyri skeiðum í latínamerikanskum dansum. Og í gjár byrjaðu summarskeið í latínamerikanskum dansum fyri ávikavist børn, ung, kvinnur og pør, sum verða hóskvøld í mai og juni. Undirvísari er Luisa Sofía Eliasen, sum hevur dansað síðani hon var heilt lítið, og sum er fleirfaldaður barna og junior Danmarksmeistari í sportdansi. At dansa er fantastiskt og lívsjáttandi og gevur eina góða kenslu í kroppinum, heldur Luisa Sofía. Men at dansa sportdans á elitustøði er eisini sera krevjandi og hart, og kann hava neiligar fylgjur, vísur hon á. Luisa Sofía er 20 ár, men tá hon var umleið 15, noyddist hon at gevast at dansa á elitustøði, tí kroppurin ikki kláraði meira. Hon fekk skaðar í bæði knøum og mjødnini og rygginum. Nú undirvísur hon í dansi, og ætlar hon sær at fara undir útbúgving næsta ár. Pápi Luisu Sofíu er føroyskur, mamman er úr Peru, og hon er uppvaksin í Aarhus í Danmark. Uppvøkstur hennara er sostatt myndaður av trimum sera ymiskum mentanum, og hevur hetta eisini verið við til at myndað hana sum menniskja. Millum annað hevur upprunin úr Peru helst havt við sær, at henni altíð hevur dámað sera væl latínamerikanska rútmur og at dansa, og hesin uppruni hevur samstundis givið henni disciplin, vísur hon á. Vit tosa við Luisu Sofíu um hennara lív við dansi, og hvussu tað er at vaksa upp við trimum rættiliga ymiskum mentanum, tí føroysku, tí perusku og tí donsku mentanini. Northern Assembly er ein spennandi tónleikabólkur við bústaði í Danmark, einari altjóða ljóðmynd og einum hálvum sørvingi. Fyrst í sendingini fregnast vit um bólkin, tá vit tosa við sangarinnuna og hálvu sørvágskvinnuna Dinu Dánialsdóttir. Louisa Sofía Eliasen hevur verið Danmarksmeistari í dansi, og er vaksin upp við trimum mentanum Teirri peruansku, donsku og teirri føroysku. Vit skifta orð við hana um eitt nú margmentaðan uppvøkstur, dans á elitustøði, og latínamerikanskar dansir, tá hon kemur á gátt. Hvør er politikkarin og hvør er politikkurin Vit fregnast miðskeiðis í sendingini, tá Politiskur Tími verður á skránni, og tá vitjar Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, um runda borðið. Vit tosa við Aksel V. Johannesen um persónin og politikkin, samstundis sum formaðurin eisini fær nakrar øðrvísi spurningar og avbjóðingar. Tú kanst hoyra sendingina her 58 slík skip vitja Tórshavn næstu mánaðirnar, men hvørki Tórshavnar Kommuna ella Umhvørvisstovan hava kannað, hvussu illa roykurin frá skipsmotorunum dálkar luftina í høvuðsstaðnum. Tey eru Parasport Føroyar, Róðrarsambandið, Flogbóltssambandið, Badmintonsambandið, Svimjisambandið, Borðtennissambandið og Boksisamband Føroya. Fyrradagin varð annars boðað frá, at fyrsta gudstænasta, síðani islamskir stríðsmenn framdu yvirgangsatsóknirnar móti kirkjum og gistingarhúsum í Sri Lanka páskadag, verður nú sunnudagin. Men í morgun komu kontraboð, eftir at fregnatænastan hevði fingið upplýsingar um, at tvær yvirgangsatsóknir helst verða framdar móti kirkjum sunnudagin. Tí er avgerð tikin um at avlýsa gudstænasturnar. Buddistar í Sri Lanka stúra eisini fyri álopum frá islamistum, og fáar vitjanir hava verið í templum síðani yvirgangsatsóknirnar, skrivar tíðindastovan AP. Abe vil hava fund við Kim, har teir tosa opið og reiðiliga um tvídráttir, sum eru millum londini bæði, millum annað um japansku ríkisborgararnar, sum eru neyðtiknir í Norðurkorea. Abe sigur við blaðið, at tað hevur týdning fyri Japan at hava gott samskifti við Norðurkorea, annars ber ikki til at loysa trætumál. Vit eru í Mórugøtu 8. Og her er val. So nú verður spennandi at vita, hvør kemur í næmingaráðið. Kenneth, Katja, Rebekka og Jón vilja øll í næmingráðið. Ósemjan snúði seg um arbeiðstíð, vaktarskipaninar og lønina, og eitt uppskot til semju varð gjørt, sum bæði flogfelagið og flogskipararnir góðkendu. Flogskipararnir fáa eina lønarhækkan, sum er millum 10 og 11 prosentstig í trý ár, og onnur viðurskifti, sum eitt nú arbeiðstíðir og vaktarskipanir verða betri, siga flogskipararnir. Stjórin í SAS, Lars Sandahl Sørensen, sigur seg vera nøgdan við avtaluna, men hann er ikki nøgdur við at felagið í nærum eina viku hevur verið darvað í sínum virksemi við nógvum avlýsingum og at nógv ferðafólk ikki eru sloppin við flogførunum. Lars Sandahl Sørensen sigur, at fólk mugu rokna við seinkingum, nú øll flogførini skulu aftur á veingirnar. Flogskipararnir fóru í verkfall fríggjadagin í farnu viku, eftir at samraðingarnar ímillum partarnar slitnaðu. Síðani tá hevur SAS avlýst alla flúgving, og felagið roknar við, at yvir 300.000 ferðafólk merktu verkfallið, skrivar danska kringvarpið, DR. 50 og hvat so Nýggj dokumentarrøð fylgir fólki, sum standa við eitt vegamót mitt í lívinum. Kroppurin forfellur, rukkurnar gerast alt fleiri. Børnini flyta, og skalt tú fylgja dreymunum, so er tað nú Panikkaldur ella skiftisár. Summi byrja av nýggjum í nýggjum parlagi. Onnur skulu uppfinna meiningina við lívinum umaftur, nú børnini eru flutt, og tey hava góða tíð. Gevur tað ró í sálina ella fjáltur fyri afturlatingartíð Krókut hevur leiðin verið hjá Yvonne Aronsson, sum gavst við misnýtsluni fyri nøkrum árum síðan. Í fýra sendingum greiðir hon frá, hvussu alt fall saman, tá hon sum ung mamma kom eftir, at barnið var misnýtt. Fideli og Puck eru ikki til at skilja sundur. Reinur kærleiki Men hvat hendir, tá ein annar lítil skapningur verður tað týdningarmesta í lívinum hjá øðrum partinum Ein søga um at fara frá og sita eftir. Hon leggur aftrat, at hon kennir, at hon hevur flutt seg nógv. Somikið nógv, at hon ikki rættiliga kennir seg sjálva aftur í gomlu sangunum. Dagin eftir at Hampus og Kajsa eru gift, hava tey hug at keypa hús. Tey keypa ein gamlan skúla, sum krevur rættiliga nógvar umvælingar. Er tað álvarsligt, so enda menn nokk við at fara til lækna, men er tað ikki nakað, sum teir føla er heilt so álvarsligt, so tíma menn ikki at fara til læknan. Tað halda Henrik Old og Halleluja Sofus. Í gjár varð sendingin Teir váðafúsu menninir víst í sjónvarpinum. Uni Arge og Jógvan Eli Dam hava gjørt sendingina, ið snýr seg um menn og heilsu. Sendingin vísti millum annað, at tveir út av trimum monnum viga ov nógv, menn liva styttri enn kvinnur og fara ikki líka ofta til lækna sum kvinnur. Henrik Old hevur roynt eitt sindur av hvørjum, brotið beinið, brotið tánna, skorið fingurin og so framvegis, uttan at fara til læknan við tí. Hann heldur, at menn hava lyndi til at bagatellisera trupulleikarnar. Herfyri kærdu foreldur alment um, at børn teirra við serligum avbjóðingum, ikki longur fóru at fáa tænastur, grundaðar á sonevnda Karlstadsmodellið, sum tey høvdu verið so glað um. Hanna Jensen, landsstýriskvinna fór inn í málið og kravdi at fáa eina frágreiðing frá stjóranum á Sernámi, Margreth Olsen, sum hevði tikið avgerð um at gevast við tilboðnum uttan tó at seta annað tilboð ístaðin. Í samstarvi við Mentamálaráðið og landstýriskvinnuna, Hannu Jensen, fegnast vit um, at útlit nú eru til, at ein landsdekkandi tænasta innan Karlstadmodellið kann gerast í Føroyum. Málið er, at Sernám sum stovnur kann veita eina landsdekkandi tænastu. Verandi netverk koma at halda fram, meðan tænastan verður útbygd. Seinni koma starvsfólkini, sum fara undir eftirútbúgving, at gerast partur av tænastuni, so hon ikki er so viðbrekin. Eftirútbúgvingin tekur trý ár, og tískil kann ein ávís bíðitíð væntast fyri nýggj netverk børn, áðrenn henda tænastan gerst heilt landsdekkandi. Tað er ein fíggjarlig avbjóðing at byggja eina tílíka tænastu, men arbeitt verður við at loysa ta avbjóðingina, meðan tænastan verður uppbygd . Hvussu gera tey tíðindasendingar á einum máli, ið ongin tosar Í kvøld vitja vit eina teknmálsredaktión. Vit eru við Thomas Marthinsen, programmleiðara. Kurt Johansen er aðalskrivari hjá Sat7 í Europa og Asia. Hann sigur frá hesum arbeiði at senda sjónvarp til kristin í hesu londunum. Marjan Nielsen varðar av Sat7 í Føroyum og hava sunnudagsskúlar hjá Kirkjuligu Heimamissiónini stuðla hesum arbeiðnum. Hon hevur verið í hesu londum og sæð teirra arbeiði. Gestir Jacob Vestergaard, Fólkaflokkurin, Ruth Vang, Framsókn, Kaj Leo Holm Johannesen, Sambandsflokkurin, Helena Dam á Neystabø og Hjalmar Zachariassen, Framtakið. Samgongan hevur brúk fyri minst einari undirskrift frá andstøðuni, skal álitið um løn og eftirløn hjá tingfólkum leggjast fram í hesum valskeiðinum. Hini í nevndini eru Annita á Fríðriksmørk, Bjarni Kárason Petersen, Jørgen Niclasen, Bárður á Steig Nielsen, Jenis av Rana og Kári P. Højgaard. Tá Anders Lund Madsen var í Grønlandi síðsta summar, fekk hann ta kenslu, at ríkisfelagsskapurin hongur saman við einum persóni donsku drotningini. Hann tosar við hana umborð á Dannebrog. Í Suðurafrika hittir Sofia fyrstu ferð eitt av vandamiklastu djórunum á savannuni, tann afrikanska búffilin. Marsvínið Hallon hevur fingið nýrastein, sum má takast alt fyri eitt, og tað fær ógvisligar fylgjur. Fyri minni enn einum mánaði síðan segði stjórin í Sernámi í teldubrævi til foreldur at børnum, sum hava fingið hjálp til málmenning, at tænastan bleiv niðurløgd beinanvegin. Henda avgerð kom sera illa við hjá foreldrunum, tí børnini, sum vóru við í hesari málmenningarskipanini, høvdu gjørt stór framstig. Foreldrini funnust at avgerðini og tey fýltust eisini á at tað ikki bar til at fáa orð á leiðsluna í Sernámi um málið. Serliga, tí stovnurin ikki hevði nakað annað at seta ístaðin. Avgerðin kom eisini óvart á Honnu Jensen, landsstýriskvinnu við skúlamálum, sum ikki visti av avgerðini. Og í dag tók málið so eina nýggja vend. Í tíðindaskrivi kunnar stovnurin um, at skipanin við Karlstad modellinum ikki bara heldur fram. Hon skal eisini útbyggjast, so hon ikki verður so viðbrekin, sum hon sambært stjóranum á Sernámi er og so hon kann útbyggjast til at vera landsdekkandi. Hetta kann ikki tulkast øðrvísi enn, at leiðslan í Sernámi hevur kúvent í málinum. Hoyr alt innslagið við at trýstá á pílin. Les annars tíðindaskrivið í hesum tíðindastubbanum. F gelf ngarens Son eitur nýggjur svenskur føroyskur filmur, sum hevur havt frumsýning í vikuni. Vikuskiftissendingin hitti filmsliðið á Hotel Føroyum hósdagin, beint áðrenn tey fór av landinum. Hoyr leikstjóran Richard Hobert og pallstjóran Aida Kalnins greiða frá verkætklanini, umframt Jan Berg Jørgensen og Honnu Flóvinsdóttir, sum hava verið við í verkætlanini. Halgidagslógin er frá 1922 og verður hildin av løgregluni, sum javnan fer út á skeinkistøð at kanna eftir, um hesi halda lógina. Endamálið við lógini er eitt nú at tryggja frið í almenna rúminum um høgtíðirnar. So er spurningurin, hvat hesin friður er fyri nakað. Hoyr Kára Thorsteinsson frá løgregluni greiða frá, hvussu løgreglan umsitur lógina. Snýr tað seg um konsertir í kirkjum og samkomuhúsum, órógvar tað sambært lógini ikki almenna friðin. Men um konsertirnar hinvegin verða hildnar á ikki átrúnaðarligum konsertstøðum, kaffistovum og skeinkistøðum, er tað brot á halgidagslógina, tí almenni friðurin um høgtíðirnar verður mettur at verða órógvaður av hesum. Í endanum av innslagnum ringja vit til tónleikaran Ragnar Finson, sum greiðir frá upplivingini við halgidagslógini um páskirnar. Leggjast kann afturat, at tað er loyvt at spæla fótbólt um høgtíðirnar, eftirsum fótbóltur ikki er fevndur av halgidagslógini Fastur táttur í vikuskiftissendingini er samrøða við Visit Tórshavn. Hoyr Súsonnu greiða frá millum annað Umhvørvisviku og einum degi á Grynnuni Seinasti dagurin í hesi tingsetuni gjørdist drúgvur. Hann bar fyrst brá av fleiri semjum, men sum fráleið stungu ósemjur seg upp um stórmál, sum vóru í vanda fyri at hvørva í nevndunum. Vikuskiftissendingin hevur javnan havt innsløg um whisky. Vanliga eru vit farnir út við mikrofonini, men hesaferð er Rúni Nielsen, whiskykennari, komin á gátt í studio 5 til eitt beinleiðis prá um trý sløg av whisky Royndarverkætlanin fyri kommunala samstarvsøkið í Suðuroynni fór fyri bakka, tá løgtingið fór í summarfrí í gjár, uttan at lógaruppskotið hjá Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu varð komið úr aftur Trivnaðarnevndini. Bú og Heimatænastan er samstarvið millum tær sjey kommunurnar í Suðuroynni um eldraøkið, og endamálið við lógaruppskotinum var at beina burtur dupultfunktiónir á markamótinum millum Almannaverkið og kommunala samstarvið og at lata pening til samstarvið. Bú og Heimatænastan í Suðuroy hevur leingi sagt seg hava ov lítið av peningi til eldrasamstarvið og bað leingi um fund við landsstýrið um tað. Samstarvið vildi hava eina serskipan, sum hana, ið Sandoyggin hevur, men tað vildi landsstýrið ikki. Semja varð so gjørd um hesa royndarskipanina, men hon fór fyri skeyti í gjár, tá løgtingið fór í summarfrí uttan at hava samtykt verkætlanina. Týsku myndugleikarnir siga, at eini 12.700 víðgongdir týskarar ytst á høgravonginum eru tilreiðar at brúka harðskap fyri at fremja síni sjónarmið. BBC skrivar, at tølini koma fram í svari til ein fyrispurning frá FDP, sum er liberali flokkurin í Bundesdegnum. Innanríkisráðið er komið við metingini, sum sigur, at eini 24.000 høgraekstremistar eru í Týsklandi í dag, og at meira enn helvtin er tilreiðar at brúka harðskap. Størsti jødiski felagsskapurin í Týsklandi fíltist í vikuni á, at myndugleikarnir loyvdu einari skrúðgongu hjá høgraekstremistum mikudagin í býnum Plauen við fleiri hundrað luttakarum. Tey bóru kyndlar og fløgg við áskriftini Heldur sosialt rættvísi enn kriminellar útlendingar . Plauen liggur í týska landspartinum, Sakslandi, og tað var har, at jødiska synagogan varð brend í grund av nazistunum í 1938. Høgravíðgongda gongan var mikudagin, dagin fyri minningardagin um Holocaust og Linke, sum er flokkur á vinstravonginum fíltist á, at nazistar í hermannabúna sluppu at marsjera við kyndlum og trummum . Ytsti høgravongurin hevur undanvind í Týsklandi, nú Alternatife fur Deutschland er størsti andstøðuflokkur í týska Samveldistinginum, og fleiri bólkar enn longri úti á høgravonginum eru í vøkstri. Hitler og nazistastýrið eru bara er eitt lítið fuglaskvetti í 1000 ára stóru søgu Týsklands, segði formaðurin í AFD í eini røðu fyri ungdómsdeildini hjá flokkinum. Útsøgnin bleiv fordømd av millum annað Angelu Merkel, samveldiskanslara. Løgtingið hevur samtykt eitt uppskot til samtyktar frá Jógvani á Lakjuni í Fólkaflokkinum, um at heita á landsstýrið at bera so í bandi, at í Føroyum skal 27. januar eisini vera almennur minningardagur teirra, sum lótu lív í Holocaust undir seinna heimsbardaga, og í øðrum fólkadrápum. 1. november í 2005 samtykti ST, við støði í mannarættindasáttmálanum og fólkadrápssáttmálanum frá 1948, at 27. januar skuldi vera altjóða minningardagur um Holocuast og øll onnur fólkadráp. Samstundis heitti ST á øll lond um at seta dagin í gildi sum almennan minningardag, soleiðis at komandi ættarlið kunnu læra av søguni og forða fyri, at fólkadráp aftur vórðu framd. Mentanarnevndin sigur í álitinum, at løgtingið skal heita á Mentamálaráðið og Nám um at taka arbeiðið á seg um at skipa fyri almennum degi 27. januar, og at seta pening av til hetta til undirvísingartilfar, framsýningar og framførslur, og at fáa skúlar, kommunur, søvn og viðkomandi partar um at ganga saman um dagin. Í fleiri ár eru pengar, sum eru játtaðir til viðgerð uttanlands, brúktir til virksemi í Føroyum bæði á Landsjúkrahúsinum, á Klaksvíkar Sjúrkahúsi og Suðuroyar Sjúkrahúsið. Tað kann ávirka politisku viðgerðina, at játtanin er til serstaka viðgerð uttanlands, og talan er um stórar upphæddir, sigur Ruth Vang, tingkvinna fyri Framsókn og limur í Fíggjarnevndini. Í Fíggjarnevndini liggur eitt yvirlit frá 2014, sum vísir, at góðar seks milliónir vóru brúktar til heimtøkur í 2014, fýra í 2015, seks í 2016 og níggju í 2017. Vit hoyra um leikin Junglubókin. Her eru 40 leikarar við og tey hava vant í langa tíð. Tey greiða frá, hvussu stuttligt tað er at spæla sjónleik. Tað besta hevði tó verið, um eigarin av handlinum hevði gjørt eina fráboðanarskipan, so allir kundar í senn fingu boð um hátalaraskipanina. Slíkar skipanir eru vanligar uttanlands, men ikki so vanligar her, og tað áttu tær kanska at verið. Tað var svarið hjá Also panelinum til eitt starvsfólk í einum handli, sum troyttaðist av kundum, sum ofta kemur í handilin beint fyri afturlatingartíð. Og sum ikki skilir, at tá handilin stongir klokkan 22 á kvøldi, so er tað klokkan 22 og ikki klokkan 22.30 ella seinni enn tað. Eisini skuldi panelið taka støðu til brævið hjá einari kvinnu, sum hevði mist tolið við manninum. Hann ger einki til nyttu heima, hvørki so ella so. Og tvístøðan hesaferð snúði seg um loyalitet. Skalt tú vera loyalur móti vinmanninum, tá hann sigur tær eitt loyndarmál, ella móti konuni, tí loyndarmálið snýr seg um konuna hjá svági tínum. Hesaferð vóru tað Eiler Fagraklett, Dánjal Samuelsen og Ása Andreasen, sum mannaðu Also panelið. Øssur Egholm var teknikari og Sveinur Tróndarson var vertur. Too Much Love Will Kill You og I Was Born To Love You hava kanska verið mest spæld í Kringvarpinum. Tað var við tógvi stríð, at teir fingu skavað tíggju løg saman, so teir kundu gera eina seinastu LP útgávu eftir at Mercury var farin. Okkurt er upprunatilfar, annað er endurgerð av fyrr útgivnum løgum, og eitt fyrr útgivið b síðulag er sum tað er. Men hóast hesa serligu tilgongd er talan um tað oftast keypta albumið hjá Queen. Plátubarrin 4. mai 2019, seinasta sending í vetrarskránni 18 19. Broyiting sigur, at leigunevndin kann viðgera kærur frá pørtunum um tað leigu, sum partarnir hava sínámillum avtalað, seta til viks eina greitt órímiliga leigu og samstundis áseta aðra leigu. Tingfólk, sum samtyktu broytingina, søgdu, at hetta var fyri at verja leigarar móti einari ov høgari leigu í eini tíð, tá trýstið á bústaðarmarknaðin er stórt. Tey, sum atkvøddu móti, vístu á, at hetta var at gera seg inn á marknaðin, og at tað ikki er uppgávan hjá leigunevndini at blanda seg upp í kostnaðin av einum leigumáli, tí tað er marknaðurin, sum ásetir hann. Eisini Bústaðir, ið var hoyringspartur, sigur seg undrast á nýggju ásetingina. Bústaðir vísir á, at leigunevndin longu nú hevur heimild eitt nú at viðgera kærur um hækkingar í leigu, men at hetta fer enn longur. Bústaðir sigur seg óttast, um ótryggleiki fer at stinga seg upp um prísleguna, ið ein kann leiga út fyri, kann tað avmarkað hugin hjá íleggjarinum at gera íløgur í leigubústaðir. Um tað ikki er vist, at teir kunnu avtala eina húsaleigu, sum ger at teir fáa dekka sínar útreiðslur og ein ávísan forrenting, so verður íløgan møguliga ikki gjørd , sigur Bústaðir í hoyringarsvarinum. Og so verður eitt umfar í bestu fótbóltsdeildini hjá monnum eisini spælt í dag. Mest spennandi dysturin á pappírinum er nokk grannauppgerðin millum Skála og Víking á Skála. Liðini liggja á ávikavist øðrum og triðja plássi. Á Eiði spæla EB Streymur og HB, á Argjum tekur AB móti KÍ. TB og NSÍ hittast við Stórá í Trongisvági, og í Gundadali í Havn skal B36, sum er snávað eftir eina flúgvandi byrja upp á kappingarárið, royna at reisa seg aftur móti ÍF. ÍF, ið longu hevur fingið nýggjar venjarar, vann sín fyrsta dyst í ár seinasta mánakvøldið. Tað er ein vanlukka fyri hondbóltin her á landi, at Hondbóltssambandið eftir øllum at døma noyðist at skera niður á landsliðsarbeiðið. Orsøkin til niðurskurðin er, at Hondbóltssambandið nú ikki fær eina eykajáttan frá Mentamálaráðnum, sum skuldi dekka meirútreiðslurnar av, at manslandsliðið í hondbólti noyðist at spæla sínar altjóða dystir í Danmark. Herfyri kom fram, at Hondbóltssambandið skuldi fáa játtað 1,8 milliónir krónur eyka frá mentamálaráðnum í einari eykajáttan, sum skuldi koma í løgtingið. Men tá løgtingið fór í summarfrí fríggjadagin, var eingin eykajáttan komin í tingið, og tískil fær Hondbóltssambandið ongar pengar at tippa holið í fíggjarætlanini. Og tað fær nú avleiðingar fyri landsliðsarbeiðið í hondbólti. Tað liggur tó ein møguliga nógv størri vanlukka og bíðar, nú Hondbóltssambandið noyðist at repa seglini, og tað er at hetta kann fáa ávirkan á sterka ungdómsarbeiðið, sum hevur verið gjørt seinnu árini, eitt nú ungdómslandsliðum. Sunda kommuna fer nú í holt við at gera 50 parkerinspláss í Saksun. Hetta skal gera upplivilsið hjá bæði bygdafólkunum og vitjandi at koma til vøkru bygdina betri. Tað sigur Heðin Zachariassen, borgarstjóri. Bæði Skála og Víkingur hava fingið eina góða byrjan upp á landskappingina, og tí varð lagt upp til ein spennandi dyst, tá liðini møttust í dag. EB Streymur skuldi royna at lyfta seg, eftir tapið fyri ÍF í farnu viku, men hetta eydnaðist teimum ikki, tá teir fingu vitjan av HB. Skála Víkingur 2 3 0 1 43 minuttir Heðin Hansen 0 1 52 minuttir Teitur Reinert Joensen 1 1 60 minuttir Heðin Hansen 1 2 63 minuttir Dion Splidt 1 3 90 minuttir Ronni Møller Iversen 2 3 Stigatalvan 1. KÍ 20 stig 2. NSÍ 16 stig 3. Víkingur 16 stig 4. Skála 15 stig 5. B36 15 stig 6. HB 12 stig 7. TB 8 stig 8. EB Streymur 6 stig 9. ÍF 4 stig 10. AB 3 stig Flogfarið lætti frá altjóða Sjeremetjovo flogvøllinum í gjárkvøldið við kós móti Murmansk. Flogfarið fleyg eina løtu í kring yvir Moskva, áðrenn tað vendi aftur til flogvøllin. Undir neyðlendingini skal flogfarið hava tikið í vøllin og eldur kom í velið á flogfarinum. Frágreiðingar eru um, at flogfarið hevði harða lending. Enn eg ikki greitt, hví vanlukkan hendi, men flogfelagið Aeroflot hevur váttað, at ein av motorunum hevur havt teknisk brek. Fleiri siga eisini, at snarljós rakti flogfarið, og tað kann verða orsøkin til brekið, men tað er enn ikki váttað. Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur sent samkensluheilsanir til ofrini. Í fráboðan frá Kreml stendur, at Putin sigur, at kanningararbeiðið skal verða so neyvt, sum møguligt. Forsætisráðharrin, Dmitrij Medvedev, hevur mælt til, at serdeild skal kanna vanlukkuna. Sukhoi Civil Aircraft, sum hevur gjørt flogfarið, sigur, at tað var til eftirlit í apríl, og at flogskiparin hevði 1.400 tímar royndir við júst hesum flogfarinum. Í apríl setti Brunei í gildi stranga sharialóggávu, sum millum annað loyvir deyðarevsing at viðkomandi verður steinaður til deyðis, sum revsing fyri eitt nú neyðtøku, ótrúskap, kynsligt samband millum samkynd, rán og at fornerma Muhammed profet. Sambært nýggju lógini verða stuldur og onnur harðskaps og vinnings brotsverk revsað við at armur ella bein verður høgt av. Tíðindini um nýggju lóginar elvdu til mikla øsing úti í heimi. ST hevur skýrt lóginar at vera ómenniskjaligar, og í sjónvarpaðari talu í sambandi við, at muslimski hátíðarmánaðurin, Ramadan, byrjar, lovaði Hassanal Bolkiah, sultanur, at nýggja lógin fyribils verður sett úr gildi. Vit eru greið yvir, at homo lógin hevur elvt til stúran. Í meira enn 10 ár er lógin um avrætting fyribils sett úr gildi, og hetta verður nú eisini galdandi fyri nýggju lógirnar, segði sultanurin. Sultanurin lovaði eisini, at Brunei fer at halda seg til ST samtyktir viðvíkjandi torturi fyri at menna mannarættindini í landinum. Bilarnir hjá Auto eru næstan allastaðni, til alla tíð, serliga her i Suðurstreymi, so skjótt er hjá onkrum teirra at røkka eini vanlukku, sum er hend, sigur Victor Carlsen, hýruvognsførari. Síðani leygardagin hava hernaðarligir palestinar skotið meira enn 600 rakettir inn í suður Ísrael og dripið í minsta lagi 4 fólk, sigur ísraelska verjuleiðslan. Ísrael hevur svarað aftur við luftálopum, sum sambært heilsumyndugleikunum í Gasa, hava dripið 23 fólk, teirra millum í minsta lagi átta limir í hernaðaraligu bólkunum Islamsk heilagt kríggj ella Hamas. Í gjár segði ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, at hann hevur givið herinum boð um at halda fram við hørðu álopunum móti yvirgangskroppum í Gasa. Ísrael hevur sagt, at ísraelska verjan hevur higartil skotið niður 150 rakettir úr Gasa. Netanyahu sigur, at ísraelskar herdeildir í Gasageiranum verða styrktar við stríðsvongum, stórum kanónum og herfólki. Ísrael hevur eisini latið aftur skúlar, sum eru innanfyri 40 kilometrar frástøðu frá Gasageiranum, og hevur latið upp fleiri bumbuskýli til fólkið. Nýggja lógin er samtykt gott ár eftir skottilburðin í skúlanum Marjory Stoneman Douglas High School í býnum Parkland í Florida, har 17 fólk lótu lív og 17 onnur vórðu særd. Sambært blaðnum, Miami Herald, víðkar nýggja heimildin verðandi lóg, sum varð samtykt fyri einum ári síðani, sambært henni slapp í minsta lagi eitt av starvsfólkunum á skúlanum at hava vápn uppi á sær, tó ikki í flokshølunum. Men tað er so loyvt nú. Børn yngri enn fimm ár kunnu sita í hægst ein tíma um dagin framman fyri einum skíggja. Og børn yngri enn eitt ár skulu als ikki brúka eitt nú teldu, teldlar, telefon ella sjónvarp. Børnini mennast ikki nógv væl, tá tey sita passiv og hyggja í ein skerm, sigur Gitte Klein, sum hevur lisið positiva sálarfrøði, og sum í løtuni skrivar spesialið um júst børn og skíggjar. og grein 25 nevndin, sum viðger lønina og eftirlønina hjá tingfólki, hevur havt fýra fundir í tingsetuni, varð upplýst í tinginum fríggjakvøldið. Sakførarin hjá Kjartani Thomassen, Jens Bertel Rasmussen, sigur, at báðir partar hava gjørt uppskot um semju, men í teirra uppskoti eru fleiri pengar enn í uppskotinum hjá Elektron. Í apríl 2016 kunngjørdi Elektron, at Kjartan Thomassen var farin úr stjórastarvinum og í aftur sítt gamla starv sum tekniskur stjóri. Í sama viðfangi kunngjørdi Elektron eisini, at av tí at kona Kjartans var illa sjúk av krabbameini hon doyði seinast í mai 2016 fór hann í farloyvi. Tí nakrar dagar inn í august fekk Kjartan Thomassen boð frá Elektron um, at hann varð sagdur úr starvi. Hetta hendi, meðan hann enn var í farloyvi. Vit mugu vita, hvørjar uppgávur kommunur eru førar fyri at loysa í sambandi við tilbúgving. Tí hevur tað stóran týdning at fáa lýst tilbúgvingarstøðuna kring landið. Landsliðshópurin Alvi Hjelm Havnar Svimjifelag Bartal Eidesgaard Havnar Svimjifelag Elisabeth Erlendsdóttir Havnar Svimjifelag Eyðrið Mortensen Havnar Svimjifelag Johan N. Dam Havnar Svimjifelag Óli Mortensen Havnar Svimjifelag Vár E. Eidesgaard Havnar Svimjifelag Róland Toftum Suðuroyar Svimjifelag Barbara Debes Ægir Rebekka Trygvadóttir Ægir Rókur Trygvason Ægir Signhild Joensen Ægir Sandavágs talvfelag fekk eisini 41 stig, men av tí at klaksvíkingar vunnu annan dystin 3 2 hin endaði 3 3 , bleiv tað avgerandi fyri endaligu støðuna. Luitjen Akselsson Apol var kosin ársins telvari. Hann hevur havt eitt framúr gott kappingarár, og tað bleiv eisini staðfest til akvøðugreiðsluna. Hópurin Hanna Iansdóttir Biskopstø Ikast Janna Falkvard SÍ Sirið Antoniussen Mjølnir Sóley Mørch Poulsen KÍF Súsanna S. Ludvik Fleyr Anja S. Danielsen Fleyr Eva Winther Nagata Aarhus Hilda B. Mortensen Fleyr Sofía Purkhús Splidt Mjølnir Bára Holm Jacobsen Fleyr Hanna Olsen KÍF Anna Larsen Aalborg Barbara H. Poulsen Dráttur Føroyska kvinnulandsliðið hevur ikki verið í dysti síðani í juni 2017, tá liðið var við til endaspælið fyri Small Countries Division. Men orsaka av vantandi fígging mátti Flogbóltssambandið velja millum A landsliðini ella ungdómslandsliðini, og tí vórðu A landsliðini ikki í kapping í 2018. Klokkan 16 30 seinnapartin í dag verður síðsta skotið í Eysturoyartunlinum á strekkinum millum rundkoyringina og Rókina í Eysturoyartunlinum latið av. Kringvarpið sendir beinleiðis, tá skotið verður latið av og hátíðarhald verður. Stroymingin verður her á heimasíðuni, og byrjar stutt fyri klokkan 16 30. Tað verða teir tríggir borgarastjórarnir á Skálafjørðinum, Jóhannus Danielsen, Artur Johansen og Tórbjørn Jacobsen, ið lata seinasta skotið av. Strekkið millum rundkoyringina og Rókina er 2153 metrar. Gongst sum ætlað, verður síðsta skotið í Eysturoyartunlinum latið av um mánaðarskiftið. Fólkatingsval verður grundlógardagin 5. juni. Tað boðaði Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, frá í fólkatinginum fyri løtu síðani. Við fráboðanini er valstríðið til danska fólkatingið alment byrjað. Stjórnin hjá Lars Løkke Rasmussen stendur seg illa í veljarakanningum higartil. Saman við stuðulsflokkunum fær stjórnin bara stívliga 46 prosent av atkvøðunum, meðan andstøðan fær góð 54 prosent. Føroyingar og grønlendingar velja tvey umboð í part til danska fólkatingið. Flestu tilboðini eru úr Føroyum. Evsta mark at koma við tilboði var í gjár. Tilboðini verða latin upp í dag, og vinnarin verður kunngjørdur um eina viku. Løgtingið samtykti stutt fyri jól í fjør at loyva landsstýrismanninum í uttanríkis og vinnumálum at selja partapeningin í P f Postverki Føroya. Hann vil heldur ikki siga, um afturlatingin hevur samband við búgvið eftir Poul Hansen, sum doyði herfyri. Óli Restorff Hansen sigur bara, at arbeitt verður við málinum. Men Pubbin letur upp aftur, sigur hann. Anna Kirsten Thomsen fegnast um í Facebook bólkinum hjá Pubbini og Seglloftinum, at tað eydnaðist beiggja hennara og øðrum at fáa friðað bygningarnar og fiskaplássið og fingu umvælt Pubbina og Seglloftið soleiðis, at tey nú eru millum hugnaligastu høli í landinum. Hon sigur seg vóna, at virksemið heldur fram undir aðrari leiðslu, tí hesir bygningar eru upprunin til Tvøroyri og her hevur altíð ýtt av lívi. Tað hevði verið stórt spell, um teir nú fara at standa myrkir og tómir eftir 183 árum, sigur Anna Kirstin Thomsen. 23 ára gamla Caroline er bangin fyri at spýggja. Angist stýrir gerandisdegnum, tí við angist fylgir ein støðug stúran fyri at koma í samband við bakteriur. Hjá Caroline kann tað at fara til handils vera ein stór avbjóðing. Formenninir í politisku flokkunum verða gestir í sjónvarpsstovuni hjá Beintu Løwe og Georg L. Petersen, sum eru vertir í sendingini. Spurt verður millum annað, hvat flokkarnir ætla at brúka ein møguligan fólkatingssess til og hvønn teir peika á til forsætisráðharra eftir valið. Fyrsta formansumfarið undan fólkatingsvalinum 2019, ið verður sent í bæði útvarpi og sjónvarpi, er á skránni í kvøld klokkan 19 20. Á odda fyri danska bólkinum Nothern Assembly, sum spælir mordernaðan folk tónleik, stendur Dina Dánialsdóttir. Hon er hálvurføroyingur og errin av tí, og so er hon eisini samvertur í sendingini. Várið 2012 roynir lyxkrogen Frantz n Lindeberg í Stokkhólmi at fáa hægstu viðurkenning, sum ein matstova kann fáa Ta 3. Michelinstjørnuna. Men stórar ambitiónir og jagstran eftir tí fullkomna hevur ein kostnað. Hvør er politikkarin og hvør er politikkurin Vit fregnast, tá sendingin er hálvrunnin og Politiski tímin verður á skránni, tí tá vitjar Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, um runda borðið. Vit tosa við Bárð á Steig Nielsen um persónin og politikkin, samstundis sum formaðurin eisini fær nakrar øðrvísi spurningar og avbjóðingar. Samstarvið millum stovnar, sum skulu hjálpa børnum og familjum, ið tørva hjálp, er ov vánaligt. Hetta var høvuðsniðurstøðan á ráðstevnuni Kná børn, sum var í Norðurlandahúsinum fríggjadagin. Og hvussu hjálpa vit teimum børnum og familjum, ið hava tørv á hjálp, og hvat restar í er millum spurningarnar, sum vit viðgera um eina løtu. Í hesum fyrra partinum av Nón hoyra vit Edvard Heen, Eyðgunn Samuelsen, Per Schultz Jørgensen, Margrethe Taule, Rebekku Perlick, Alicu Hammer og Súnu Mørk. Tú kanst hoyra sendingina her Fríggjadagin skipaði Almannaverkið, saman við fleiri av almennu stovnunum og privatu felagsskapunum, sum arbeiða við at hjálpa børnum og ungum, fyri stórari ráðstevnu í Norðurlandahúsinum. Ráðstevnan, Kná børn hvussu bera vit okkum rætt at rættstundis , hevði sum endamál at varpa ljós á, hvussu almennir stovnar og privatir felagsskapir innan sosiala økið kunnu hjálpa børnum og familjum, sum hava tørv á hjálp. Eisini var endamálið at varpa ljós á, hvat manglar og hvat vit ikki gera nóg væl í Føroyum, og hvat kann gerast fyri at bøta um tænasturnar og skipanirnar, sum skulu hjálpa børnum og familjum teirra. Høvuðsniðurstøðan av ráðstevnuni var, at vit í Føroyum hava nógvar stovnar og felagsskapir, sum arbeiða við at hjálpa børnum, og teir flestu av heseum gera eitt gott arbeiði. Men tað er alt ov lítið og vánaligt samstarv millum teir mongu stovnarnar, og hevur hetta við sær, at ov nógv børn, ung og familjur detta niður ímillum skipanirnar og stovnarnar, og fáa tíksil ikki ta hjálp teimum tørvar. Víst var eisini á, at eftirmeting og eftirlit vantar við, um hvørt børn og ung fáa ta hjálp teimum tørvar. Ongin greið ætlan kom fram á ráðstevnuni, men Edvar d Heen, stjóri í Almannaverkinum boðaði frá, at Almannaverkið nú fer at eftirmeta ráðstevnuna. Ein høvuðsniðurstøða var tó, at økið má samskipast betur, og skotið var til dømis upp, at seta á stovn eitt slag av familjuhúsið, har børn, ung og familjur fáa ein ráðgeva, sum hevur heimild og til uppgávu at fylgja teimum allan vegin, og samskipa neyðugu hjálpina tvørtur um stovnar. Flestu fyrilestrarhaldararnar á ráðstevnuni vóru føroyskir, og tosaðu um føroysk viðurskifit, men tveir útlendingar høvdu upplegg um, hvussu mann í ávikavist Danmark og Norra arbeiðir við at hjálpa børnum og familjum, sum hava tørv á hjálp. Vit tosa við Per Schultz Jørgensen professara, sum hevði fyrilestur um, hvussu vit kunnu hjálpa børnum at gerast kná ella robust. Ein av boðskapum hansara var, at sosialráðgevar og onnur, sum arbeiða við at hjálpa børnum, eiga fara meira út til børnini og familjur teirra, og at loysnirnar skulu taka støði í teirra dreymum og førleikum heldur enn í skyldum og paragraffum. Eisini í Norra hava tey avbjóðingar við at samskipa og samstarva um arbeiðið at hjálpa ungum og børnum og familjum. Tí eru tey í Trøndelag farin í holt við at kanna og seta í verk tilgongdir, sum skulu bøta um sosiala arbeiðið, og fáa børn, ung og familjur teirra so sjálvbjargin, sum til ber. Hetta hevði Margrethe Taule, sum er leiðari fyri vælferð í Trøndelag sýslu, fyrilestur um. Ein av føroysku fyrilsetrunum, og kanska mest kritisku fyrilestrunum, hevði heitið Hvat gera vit ikki . Rebekka Perlich, yvirlækni í barna og ungdómspsykitriini, Alisa Hammer, fyribyrgingarleiðari hjá Bláa krossi og Súna Mørk, leiðari í Fountainhúsinum, greiddu úr hvør sínum sjónarhornið frá múrum og forðingum, og hvat tær halda, at vit ikki ikki gera í Føroyum, tá ið vit skulu hjálpa børnum og ungum, og hvat vit eiga at gera. Vit spæla brot úr teirra fyrilestri. Samstundis staðfestir ein nýggj frágreiðing hjá ST, at ein millión plantu og djórasløg fara at doyggja út, men margfeldi verður ikki raðfest í Føroyum. Hoyr eisini Kaj Joensen, journalist, sum hevur sína dagligu gongd á Christiansborg, greiða frá, hvørji høvuðsevnini verða í valstríðnum í Danmark. Eysturoyartunnilin fer at hava nógvar avbjóðingar við sær bæði á vestara og eystara armi, tá koyrandi verður í honum um hálvt annað ár. Lars Løkke Rasmussen hevur skrivað út fólkatingsval at vera 5. juni. Í sambandi hevur Kringvarpið boðið floksformonnum í Kringvarpshøllina í kvøld eftir Dag og Viku. Lars Løkke Rasmussen hevur skrivað út fólkatingsval at vera 5. juni. Í sambandi hevur Kringvarpið boðið floksformonnum í Kringvarpshøllina í kvøld eftir Dag og Viku. Sjúkrahúsleiðslan er samd um, at Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús skulu nýta sama KT net sum Landssjúkrahúsið, so grundarlag verður fyri at skipa felags visitasjón og bíðilistar. Sirið Stenberg sigur eisini, at í løtuni situr ein tvørfakligur bólkur og viðger, hvussu viðgerðartrygd kann verða sett í verk í sjúkrahúsverkinum. Ein tunna av olju úr Norðsjónum kostar í morgun beint omanfyri 70 dollarar, og ein tunna av olju úr USA kostar slakar 62 dollarar. USA hevur hert tiltøkini ímóti Iran, men Iran sigur seg ikki fara at gera eftir krøvunum, men fer at útflyta so nógva olju sum gjørligt. Eygleiðarar siga seg rokna við, at amerikansku tiltøkini ímóti Iran fara at hava við sær, at iranska sølan av olju fer at minka niður í helvt, ella 500.000 tunnur um dagin. Prísurin á olju lækkaði mánadagin, eftir at Donald Trump, forseti, boðaði frá, at hann fer at hækka tollin á kinesiskum vørum, sum koma til USA. Samráðingarnar um handilsviðurskifitini ímillum USA og Kina, fara uttan iva at ávirka oljuprísin, siga eygleiðarar við Ritzau tíðindastovuna. Stutt eftir gavst Samsint, men nú, 30 ár eftir einastu útgávuna, kemur bólkurin saman aftur og fer at spæla jubileumskonsert á Summarfestivalinum. Tað verða teir fimm upprunalimirnir, ið fara á pallin. Herálvur Jensen, Jónsvein Heinesen, Andrew Jensen, Heini Lutzen og Jan Zachariassen. Tá flogbóltsgallaveitslan var á Giljanesi herfyri, fingu bestu spælarar og venjarar virðislønir, men harumframt handaði Flogbóltssamband Føroya eina serstaka viðurkenning. Óli G. Samuelsen, sum hevur ferðast runt landið í sambandi við frásagnir fyri FM 1, eins og hann hevur verið knýttur at fleiri flogbótstiltøkumtiltøkum, sum hava verið seinatu árini, fekk heiður Ársins eldsál. Vit eru í einum politiskum valári, og áðrenn tað formliga valstríðið av álvara fer í gongd, bjóða vit formonnunum í teimum politisku flokkunum í Nón, ein fyri og annan eftir. Drekkivatnið í Oyndarfirði, Elduvík og Funningsfirði skal kókast, um tað skal drekkast. Tað sigur Runavíkar kommunu í skrivi til til fólk í hesum bygdum, sum ikki hava vatnverk. Kom við inn í Eysturoyartunnilin, tá seinasta skotið eysturoyarmegin varð latið av seinnapartin í gjár, og tað sostatt bleiv opið undir Skálafjørðinum. Kringvarpið hevði sett upptøkutól upp ymsastaðni inni í tunlinum, tá skotið varð latið av. Í upptøkuni her, ið er endurgivin við seinferð, sæst, hvussu tað sá út. Sentio hevur gjørt kanningina fyri norska studentarfelagsskapin, NSO, og Universitas. Fyri níggju árum síðani spurdi Universitas sama spurning, og tá svaraðu bara fimm prosent altso ein av 20, at tey høvdu svikað. Hóast talið er vaksið, heldur Sentio, at fleiri svika, enn tey, sum hava svarað í kanningini. Síðsta lestrarár vórðu 29 lesandi á lærda háskúlanum Oslo Met tiknir fyri at hava svikað, og talið hevur ligið javnt seinstu árini. Tað vanligasta er at skriva av, men eisini at lesandi hava brúkt hjálpiamboð, sum ikki eru loyvd. Á lærda háskúlanum í Oslo UiO, er talið munandi hægri. Í fjør vóru 64 mál um svik fráboðað. Ikki færri enn 56 av hesum málum vórðu avdúkað við hjálp frá URKUND, sum er skipan, sum sjálvvirkandi kannar innlatnar tekstir fyri ritstuldur. UiO hevur tríggjar sektir fyri próvtøkusvik at royndin verður ógildað ella at viðkomandi verður útihýstur í eitt ella tvey semestur, skrivar NTB. Eftir ætlan skuldi hann koma til Kangerlussuaq í morgin ári, har grønlendska landsstýriskvinnan í uttanríkismálum, Ane Lone Bagger, og danski uttanríkisráðharrin, Anders Samuelsen, skuldu standa fyri honum. Stórar fyrireikingar hava verið í Grønlandi í sambandi við vitjanina, men protokol stjórin hjá grønlendska Sjálvstýrinum, Jakob Rohmann Hard, kann enn ikki upplýsa, hví vitjanin verður av ongum, skrivar grønlendska kringvarpið, KNR, men sambært Sermitsiaq vóru onnur átrokandi mál, sum kravdu, at uttanríksiráðharrin var til staðar. Iran boðaði í dag frá, at landið tekur seg burturúr pørtum av kjarnorkuavtaluni, og tað kann vera orsøkin til, at Pompeo sum skjótast fór heimaftur til Washington. Pompeo vitjaði mándagin og týsdagin í Finnlandi, har aritiskur ráðharrafundur varð hildin. Vitjanin í Grønlandi var partur av rundferð, og Pompeo og hansara fólk skuldu eftir ætlan vitja í Berlin í gjár og London í dag og so Grønland í morgin. Mike Pompeo kundi verið fjórði amerikanski uttanríkisráðharrin, sum hevur vitjað Grønland. Fyrr hava Colin Powell, Hillary Clinton og John Kerry vitjað í Grønlandi, skrivar knr. Fjøllistamaðurin, Bruno Michael Eysturstein er føddur í 1981, og er uppvaksin í Leirvík og í Danmark. Sum barn, var hann næmingurin, sum sat og teknaði í tímunum í skúlanum. Tá hann var 12 ára gamal, fór hann á kvøldskúla at mála og tekna. Listin vann á øðrum áhugamálum, og sum 24 ára gamal fór hann til París at lesa á Paris American Academy, har hann las í trý ár. Síðani hevur hann arbeitt við nærum øllum sløgum av list. Við tekning, málninginum, ymiskum sløgum av prentum, standmyndum, installatiónum og ljóðlist. Í løtuni arbeiður Bruno einamest við fotolist, men flytir seg spakuliga inn í málningalistina, sum hann arbeiddi nógv við áður. Og í kvøld, mikudagin 8.maj klokkan 19.00, letur Bruno upp framsýning við heitinum, Duldir Máttir, í gomlu Blákrosskafeini í Kongagøtu 8 í Havn. Vit hava vitjað Bruno í framsýningarhølinum. Føroyahúsið, sum liggur á Vesterbrogade 17A í Keypmannahavn, er seinastu mongu mánaðarnar umfatandi umvælt, men letur upp aftur í summar í nýggjum, nýumvældum hami. Leiðarin í húsinum seinastu 12 árini Hans Petur í Brekkunum boðaði herfyri frá at hann í september 2019 fer aðrar leiðir. Vit hava hitt Hans Petur í Keypmannahavn til eitt prát um Føroyahúsið, um hugsjónir fyri húsið og um hvussu hesi tólv árini sum leiðari hava verið. Jammersminde eftir Leonoru Christinu, ið var dóttir kong Christian hin 4 og Kirsten Munk, er bók, tey flestu, sum hava haft danskt í studentaskúlanum og onnur bókmenta og søguáhugaði, kenna. Jammersminde er frágreiðing úr fongslinum, Bláatorni, ið stóð við Christiansborg í Keypmannahavn, og er skrivað av Leonoru Christinu, ið sat fangi í torninum í nærum 22 ár, frá hon var 42 ára gomul í 1663 til hon varð leyslatin sum 62 ára gomul í 1685. Ákæran fyri fongslingina var millum annað, at hon og maður hennara, Corfitz Ulfeldt høvdu roynt at svíkja Fríðrik kong 3. Í 1670, tá Christian hin 5. settist á trúnuna, var fongsulsrevsningin tillagað og gjørd linari, og Leonora Christina fekk útflýggjað skriviamboð og bøkur inn í tornið. Tá settist hon við skriviborðið. Fyrst skrivaði hon eina styttri franska sjálvsævigsøgu, og síðan lagnusøguna, Jammersminde, ið er eitt sjálvsverjuskrift, sum síðan veksur í persónligari styrki og útfaldan av hennara lyndi og muru. Samstundis er verkið ein innilig og skakandi frásøgn, sum megnar at gera tað líðing, neyð og óeydnu, sum fangar í 1600 talinum livdu undir. Leonora Christine skrivaði Jammersminde liðna eftir hon var leyslatin. Handritið var í varveitslu uttanlands í mong ár, og var ikki viðurkent sum týdningarmesta prosaverkið í donskum bókmentum fyrr enn tað varð givið út í 1869, har tað framvegis ber fyrstu virðislønina orsaka av sínum mentanarsøguliga og bókmentaliga virði. Og nú hava Jammersminde og Leonora Christine fingið enn meiri lív, tí teknarin og høvundin, Allan Van Hansen, hevur fyri stuttum latið úr hondum, grafiska skaldsøgu, har hann hevur lýst Jammersminde og søgu Leonoru Christinu við myndum. Hvør er politikkarin og hvør er politikkurin Vit fregnast miðskeiðis í sendingini, tá Politiski tímin verður á skránni, tí tá vitjar Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, um runda borðið. Vit tosa við Jenis av Rana um persónin og politikkin, samstundis sum formaðurin eisini fær nakrar øðrvísi spurningar og avbjóðingar. Tú kanst hoyra sendingina her 50 og hvat so Nýggj dokumentarrøð fylgir fólki, sum standa við eitt vegamót mitt í lívinum. Kroppurin forfellur, rukkurnar gerast alt fleiri. Børnini flyta, og skalt tú fylgja dreymunum, so er tað nú Panikkaldur ella skiftisár. Summi byrja av nýggjum í nýggjum parlagi. Onnur skulu uppfinna meiningina við lívinum umaftur, nú børnini eru flutt, og tey hava góða tíð. Gevur tað ró í sálina ella fjáltur fyri afturlatingartíð Glenn, sonur Yvonnu, sigur frá barnaárunum, hvussu hann noyddist at taka ábyrgd av sær og mammu síni. Yvonne Aronsson sum gavst við misbrúkinum fyri fáum árum síðan, fortelur um, tá alt rapaði fyri henni, og hon fór at drekka. Tað var í roynd og veru ber tilvild, at Anna og Hossein valdu eini funkishús frá 1936, tá tey leitaðu eftir nýggjum bústaði í Lund. Men tað at varðveita tann gamla stílin og samstundis gera tey gomlu funkishúsini nýmótans, vísti seg ikki at vera so einfalt. Løgreglan á flogvøllinum í Bergen vil hava loyvi at bera vápn. Umsóknin er send løg og tilbúgvingarmálaráðnum, sum skal taka støðu til, um løgreglan fær sín vilja. Orsøkin til umsóknina er samanblanding av hóttanarstiginum og at løgreglan hevur altjóða skyldur í sambandi við trygdina á flogvøllum, skrivar norska løgreglan í tíðindaskrivi. Nýggi flogvallarterminalurin á Flesland ber í sær størri frástøður, og um nakað hendir, skal løgreglan kunna svara aftur sum skjótast. Ongar beinleiðis hóttanir eru móti flogvøllinum í Bergen, leggur løgreglan dent á. Vit eru í einum politiskum valári, og áðrenn tað formliga valstríðið av álvara fer í gongd, bjóða vit formonnunum í teimum politisku flokkunum í Nón, ein fyri og annan eftir. Vit gera eina roynd at koma aftur um barrikadurnar hjá tí politiska menniskjanum. Hvørjir eru floksformenninir, hvaðani kemur politiski áhugin, og hví vilja teir valdið Hvussu er tað politiska menniskjað Tey, ið manna bólkin, eru Magni Mohr, PhD í Human Fysiologi, Guðrun Zachariasen, kommunulækni, Ára Rasmussen, kiropraktor, Tóra Petersen, sálarfrøðingur og Snorri Patursson, kostfrøðingur. Ofta er avleiðngin tann, at fólk við tíðini fáa eina lægri lívsgóðsku, hava trupult við at røkja síni størv og kosta samfelagnum nógvar pengar. Guðrun Zachariasen, kommunulækni, sigur, at ein afturvendandi avbjóðing er, at fólk, sum viga ov nógv, ikki rættiliga vita, hvussu tey skulu lætna. Ein kvinna í Klaksvík bar skjótt at í morgun, tá hon fyrst staðfesti, at eldur var í einum sethúsum á Bumdhamarsvegi í Klaksvík, og síðani fekk tey trý fólkini, sum vóru inni í húsunum, út, áðrenn hon ringdi og boðaði frá eldinum. Luttakarar Sigvør Laksá, Uni Holm Johannesen, Herálvur Jensen, Andrew Jensen, Jón Svein Heinesen, Heini L Lützen og Óli G. Samuelsen. Luttakarar Marjun Olsen, Hans Johannes á Brúgv, Steinbjørn Jacobsen, Gunhild Niclasen, Annika Steintórsdóttir, Magni Mohr, Guðrun Zachariasen og Ári Rasmussen. Í hesum døgum eru umhvørvisdagar í Klaksvíkar kommunu. Í tí sambandi fingu tvær familjur eina uppgávu Tær skuldu íkki brúka bil í eina viku. Sjálvandi tá vit skuldu keypa stórt inn var tað kanska ein avbjóðing, men annars kláraðu vit okkum væl við at ganga og at súkkla, sigur Niels Juul. Ofta verður sagt, at veðrið í Føroyum ger, at vit eru so bundin at bili. Men hetta kann ikki brúkast sum ein undanførsla, heldur Niels Juul Bústaðarpakkin hjá landsstýrinum er settur á standby, í øllum føri nakrar mánaðir. Bústaðir skuldi fáa heimild at læna 250 milliónir at byggja fyri. Og harumframt skuldi bústaðarfelagið fáa heimild at byggja og selja lutaíbúðir. Men lógaruppskotið varð liggjandi í fíggjarnevndini, tá løgtingið fór í summarfrí. Bústaðir er í holt við níggju ymiskar verkætlanir kring landið, sum skulu geva 209 íbúðir afturat til svanga bústaðarmarknaðin. Og tær eru pengar til. Men politiska støðan ger, at eingin nýggj avtala afturat verður undirskrivað. Í øllum føri ikki fyrr enn fíggjarliga heimildin er komin upp á pláss. Nú løgtingið er farið í summarfrí má Andras Róin brynja seg við toli. Stjórin setir sítt álit á, at heimildirnar koma aftur á tingborð og verða avgreiddar vónandi í heyst. Fiskimálaráðið fekk mánadagin handað tilmæli um menningarkvotur. Tilsamans 11.711 tons av svartkjafti, 3.159 tons av makreli og 4.695 tons av norðhavssild verða latin sum menningarkvota í ár. Ein høvuðsorsøk til at menningarkvoturnar í ár eru munandi minni enn kvoturnar fyri í fjør er, at í fjør vórðu tríggjar menningarætlanir latnar fyri fýra ár og ein fyri tvey ár. Hesi skulu tí hava burturav samlaðu nøgdini í ár. Nýggjur setningur í kunngerðini er, at nú stendur at tá mett verður um økisrættarligu ávirkanina av menningarætlanini, skal størstur dentur leggjast á demografisku avbjóðingarnar í økinum . Leitingin vardi í góðan hálvan tíma og endaði í øllum góðum. Tað var stutt fyri klokkan 7 í gjárkvøldið, at familja hjá manninum boðaði MRCC frá um støðuna. MRCC gav tyrluni boð um at standa tilbúgvin og sóverjuskipið, Tjaldrið, setti kós móti leiðini, har báturin kundi vera. Aðrir bátar høvdu sæð ein bát, sum kundi verða báturin, sum leitað varð eftir. Gjøgnum VHF in fekk havnameistarin í Vági samband við bátin, og nakað seinni sigldi báturin inn á Vág aftur í øllum góðum, sigur vaktleiðarin á MRCC, Eli Lyngvej. Hola er heiti á triðju solo útgávuni hjá Fróða Hansen. 8 løg eru á útgávuni, eitt er instrumentalt, meðan hini 7 løgini øll hava føroyskan tekst. Fróði hevur sjálvur gjørt bæði orð og løg í tíðarskeiðinum millum 2016 og 2018. Fyrr hevur hann altíð gjørt løg við guitara, men hesaferð hevur hann komponera øll løgini á klaveri. Mattias Kapnas og Fróði Hansen hava framleitt útgávuna í felag, meðan Theodor Kapnas tók upp og ljóðblandaði løgini í Studio Bloch í Havn. Skal tað eydnast at broyta hugburðin til kannabis her á landi, mugu allar støður brúkast til at varpa ljós á boðskapin hjá flokkinum. Men verða tilsamans 7,5 milliónir krónur játtaðar hetta til 2024, kann arbeiðið gerast liðugt, sigur Erland Viberg Joensen, savnsvørður. Høgni Hoydal, landsstýrismaður í mentamálum, sum var gestur í sjónvarpsstovuni, sigur, at hann raðfestir hvalastøðina frammarlaga. Vit fylgja frøkun Britney bæði framman fyri og aftan fyri kamerað. Tí hóast hon er kend á sosialum miðlum í litríkum hárkolli, so fer gerandisdagurin mest við at spáka í skóginum við Lars og Peturi. Urtir úr køkshavanum virka sum deodorant Kóka vatn og ger urtate, sum er gott at brúka til allan kroppin ella at bloyta føturnar í Nógvir djóraeigarar klaga um, at tað er dýrt at fara til djóralækna, og kostnaðurin er øktur. Sanne Olsson kannar kostnað og kapping. Lívið sum djóraeigari, 2. partur av 2. Eitt fimm dagar gamalt fyl má skurðviðgerast alt fyri eitt. Hol er komið á landbløðruna, og búkurin er fullur av vætu. Á vesturstrondini hittir Ankan sjálvboðin, sum samla rusk fram við strondini og harvið bjarga lívi. Hóast framgongd í dystum er alt ikki einans dansur á rósum hjá Trollh ttans FF. Nógvir av spælarunum eru móðir og í grundini í tyngra lagi. Nú er tíð at kanna BMI og royna at venja yvirvektina burtur. Stórur dagur. Emma H skal umsíðir dansa sín dreymaleiklut fyri fullum sali og prógva fyri sær sjálvari og Nikolaj H bbe, at hon megnar. Men nervar hótta við at taka valdið. Vit fylgja seks kongligum ballettdansarum í hálvt ár og fáa innlit í, hvussu tað er at liva í einum heimi við beinharðari kapping, disciplin, stórum dreymum og vónbrotum. Kanst tú fáa unnustu a við at gerast tilvitað ur um kropsmálið Astri er støk. Hon vil fegin hava ein unnusta, men trupulleikin er, at henni dámar illa at fara út við mannfólki. Astri er tó við uppá at royna. Kann okkurt gott koma burturúr, tá hon skilir kropsmál sítt Framtakið fyri rættinum at velja kannabis slapp ikki at vera við til kjakfundin á Glasi fyrradagin, har allar hinir flokkarnir luttóku, nú fólkatingsvalið er skotið í gongd. Hetta harmar Arnfinn á Birtuni, valevni fyri Framtakið, sum ikki sigur seg skilja avgerðina. Men spyrst tú tey á Glasir, so er orsøkin einføld. Valevnið hjá Framtakinum, Arnfinn á Birtuni, hevur tráðfylgt ein av næmingunum, sum eisini var limur í samstarvsnevndini, sum skipaði fyri politiska pallborðsfundinum. Fyrst vóru boðini, at av tí at flokkurin ikki hevur nakað ungmannaumboð, og heldur ongan royndan politikara, so slapp flokkurin ikki at vera við. Í samskiftinum millum partarnar sæst, at forkvinnan í samstarvsnevndini, sum er næmingur á Glasir, ger vart við fleiri ferðir, at Arnfinnur á Birtuni skal venda sær til stjóran á Glasi ístaðin fyri seg. Í samskiftinum sæst eisini, at forkvinnan biður Arnfinn á Birtini um at strika sítt navn á einum tráði á Facebook, har hann hevur gjørt vart við sína ónøgd um at vera útihýstur. Rektarin á Glasir, Bogi Bech Jensen, vil ikki gera samrøðu ístaðin hevur hann sent skrivligar viðmerkingar. Hann skrivar millum annað, at tiltakið ikki var alment, tí tað einans var fyri næmingarnar. Víðari stendur, at Framtakið segði seg ikki hava nakað ungdómsvalevni og byrjaði ístaðin at samskifta persónliga við næmingin í Samstarvsnevndini, sum sendi Framtakinum boðini um treytirnar. Samskiftið helt á, hóast næmingurin greitt bað flokkin steðga við at skriva til sín og vísti Framtakinum til leiðslu skúlans, skrivar rektarin. Men heldur enn at virða hetta, helt Framtakið á við at skriva persónliga til næmingin og legði kut úr samskiftinum og navn næmingsins út á Vágaportalin og facebookvanga floksins, skrivar rektarin. Eftir hesa tráðfylging av næminginum á Glasi gjørdi Samstarvsnevndin av, at Framtakið ikki fekk umboðan á politiska kjakfundinum. Hetta var teimum fráboðað, skrivar Bogi Bech Jensen millum annað í skrivliga svarinum. Fyri hálvum ári síðani setti indiska stjórnin í verk heilsuátakið Ayushman Bharat, har landsins fátækastu kunnu søkja um at fáa heilsukort, sum veitir upp til 500.000 rupees, sum svarar til 47.800 krónur í stuðli til viðgerð og heilivág. Í India eru læknaviðtalur ókeypis. Men almenni heilsugeirin er vánaligur og ovbyrjaður, tí India í fleiri ár hevur gjørt ov fáa íløgur í almenna heilsu. Eydnast tað at fáa læknaviðtalu, skal tann sjúki kortini sjálvur rinda heilivág, og tað hava nógv fátæk ikki ráð til, heldur ikki serviðgerð ella innlegging á sjúkrahús. Minni enn fimti hvør indari hevur teknað privata heilsutrygging, og tí verður hildið, at nýggja skipanin fer at fáa stóran týdning fyri fólkaheilsuna. Almenn sjúkrahús og umleið 6.000 privatar klinikkir eru við í skipanini. Higartil hava meira enn 20 milliónir indarar fingið kortið, og 1,4 milliónir hava fingið viðgerð ókeypis. Fái eg eina áheitan frá 14 tingfólkum ella frá løgmanni um at kalla tingið saman áðrenn ólavsøku, so geri eg tað. Tað sigur Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður. Men ein semja er gjørd millum allar floksformennirnar á tingi um, hvørji mál skulu avgreiðast í hesi tingsetuni, og skal løgtingið koma saman aftur at samtykkja nøkur av mest átroðkandi tingmálunum, so mugu floksformenninir finna saman aftur, sigur løgtingsformaðurin Trýst á tingfólk Fleiri felgaskapir hava heitt á løgtingið um at koma saman aftur at avgreiða tey mál, sum ikki vórðu avgreidd, tá tingið fór fór í summarfrí fyri viku síðan. Javni, sum er felag hjá fólki við menningartarni og familjum teirra, heitir á løgtingið um at fáa avgreitt uppskotið um at byggja nýtt sambýli í Reynstúni, í staðin fyri Eiragarð. Pedagogfelagi vil hava tingið saman at avgreiða vælferðarlógina og felagið Búgva vil hava tingið saman at avgreiða heimildina til Bústaðir at byggja lutaíbúðir umframt at geva Bústaðir heimild at fíggja bygging við lánsbrøvum. Hon telist millum størstu føroysku listafólkini, og eitt nú høvdu bæði Mikines og Janus Kamban stóra virðing fyri henni. Og 26. juli eru 100 ár liðin, síðani Elinborg L Lützen varð fødd. Elinborg L Lützen, sum leingi var einasti føroyski grafikarin, fór í 1937 til Keypmannahavnar, har hon næm sær útbúgving á Tegne og Kunstindustriskolen for Kvinder. Um hetta mundi búði hon saman við listarmanninum Sámal Joensen Mikines, sum hon giftist við í 1944, Í 1947 flytur Elinborg L Lützen aftur til Føroya, og í 1952 verða hon og Mikines skild. Sum grafikari og listarfólk er Elinborg L Lützen heilt sín egin, og við sínum verkum, har myndaevnini eru bæði heimlig, trøllslig og ævintýrkend, prógvar hon sín stóra ans fyri tí listarliga, samstundis sum handverkið er framúrskarandi. Samrøðan við Nils Ohrt um Elinborg L Lützen kann hoyrast her Hjúnini Esben og Kirsten mistu sonin Sebastian í 2011. Tey hildu tá, at tey við egnari megi, kundu veita soninum heilsubót, men máttu skjótt sanna, at tey máttu lata hendurnar søkka og góðtaka. Tá ein tíð var fráliðin, so varnaðust tey, at onnur skýggja fólk, sum syrgja og við eitt, so var sonurin, Sebastian, horvin úr huga og minni hjá vinum og familju hann var vorðin ósjónligur. Stýrið í Bú og heimatænastuni í Suðuroynni fer í dag at viðgera tilboðið frá landsstýrinum um eina royndarverkætlan. Bú og heimatænastan hevur ikki skrivað undir royndarverkætlanina enn. Og tilboðið varð givið uttan at pengar vóru til tað í ár. Men pengar skuldu fylgja við. Teir vóru tó ikki til tá. Og eru ikki til enn. Uppskotið um eykajáttan til royndarverkætlanina er millum tey nógvu, sum ikki blivu avgreidd, áðrenn løgtingið fór í summarfrí fyri einari viku síðani. Eykajáttanin er 3,5 milliónir krónur. Uppskotið er í Fíggjarnevndini. Næsta ár kostar verkætlanin 4,5 milliónir krónur. Teir pengarnir skuldu í fíggjarlógina fyri 2020. Almannamálaráðið hevur gjørt eitt lógaruppskot um Bú og heimatænastuna í Suðuroynni. Bú og heimatænastan er samstarvið millum tær sjey kommunurnar í Suðuroynni um eldraøkið. Kommunala samstarvið fer eisini at taka á seg uppgávur, sum nú eru hjá landinum, men sum eru tættari kjarnuøkinum og førleikanum hjá kommunala samstarvinum. Heilsutrygd lýsir nú eftir 9 kommunulæknum til 4 læknadømi. Størvini verða sett frá 1. august 2019 ella eftir nærri avtalu við Heilsutrygd. Í Suðurstreymoyar læknadømi eru fýra kommunulæknastørv leys at søkja eitt starv á Berjabrekku og trý størv í Kirkjustræti. Eitt starv í viðtalu við umleið 1.200 borgarum. Viðtalan fer at halda til í nýggju hølunum í Kirkjustræti. Talan er um eitt heilt nýtt starv, sum ikki hevur verið mannað áður. Ætlanin er, at viðtalan letur upp á fyrsta sinni í august. Eitt starv í viðtalu við umleið 1.800 borgarum. Viðtalan flytur í summar av Frúutrøð í Kirkjustræti. Ætlanin er, at viðtalan flytur niðan í Kirkjustræti fyrst í september. Eitt starv í viðtalu við umleið 1.550 borgarum. Viðtalan flytur í summar úr Miðlon í Kirkjustræti. Ætlanin er, at viðtalan flytur niðan í Kirkjustræti fyrst í september. Í Suðuroyar læknadømi eru tvey kommunulæknastørv leys at søkja. Eitt starv er á Tvøroyri og eru umleið 1.300 borgarar knýttir at viðtaluni. Eitt starv er í Vági og eru umleið 1.000 borgarar knýttir at viðtaluni. Í Skálafjarðar læknadømi eru tvey størv leys at søkja. Eitt starv er í Heilsudeplinum í Runavík við umleið 1.400 borgarum. Eitt starv, sum fyribils er staðsett í viðtaluni á Strondum við umleið 1.400 borgarum. Spa, wellness ella týrkiskt bað kalla tað hvat tú vilt. Í Føroyum er hetta við vælveru eitt nýtt fyribrigdi. Hitapottur uttandura er eitt mást hjá nógvum, og harvið er íkomin ein nýggj og forvitnislig mentan, har menn og kvinnur njóta lívið. Í svimjihøllini í Klaksvík hava tey fingið eitt spildurnýtt vælveruøki við hitapotti, dampbaði og sauna við infrareyðum geislum. Eyð Matras hevur verið í vælveruøkinum og vitjað. Í ár eru 100 ár liðin, síðani evnaríka listakvinnan Elinborg L Lützen varð borin í heim. Og tí letur Listasavn Føroya upp fyri einari heiðursframsýning fyri Elinborg L Lützen. Vit hava verið og fregnast hjá Nils Ohrt. Hvør er politikarin og hvør er politikkurin Vit fregnast í seinna tímanum, tá ið Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, vitjar í alternativa floksumfarinum. Vit eru í einum politiskum valári, og nú tað formliga valstríðið av álvara fer í gongd, hava vit bjóðað formonnunum í teimum politisku flokkunum í Nón, ein fyri og annan eftir. Vit gera eina roynd at koma aftur um barrikadurnar hjá tí politiska menniskjanum. Hvørjir eru floksformenninir, hvaðani kemur politiski áhugin, og hví vilja teir valdið Hvussu er tað politiska menniskjað Ein samdur arbeiðsbólkur handaði í dag landsstýrismanninum í fiskivinnumálum tilmæli um nýggja umsitingarætlan fyri fiskiskapin eftir botnfiski undir Føroyum. Í stuttum verður lagt upp til, at fiskidagaskipanin skal varðveitast men fiskidagarnir kunnu einans hækka ella lækka við fimm prosentum um árið. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum kallar nýggju skipanina fyri geniala . Ein kanning hjá Annbjørg á Høvdanum, arbeiðssálarfrøðingi, staðfestir, at stórur partur av føroyskum sjófólki fær ov lítla ella ikki rætta hvíld. Fiskifrøðin og fiskivinnan eru á fyrsta sinni vorðin samd um eitt tilmæli um, hvussu fiskastovnarnir undir Føroyum skulu umsitast. Petur Steingrund, fiskifrøðingur, fegnast um semjusøkjandi hugburðin hjá arbeiðsbólkinum, sum hevur gjørt tilmælið, og Hanus Hansen, formaður í reiðarafelagnum, er eisini fegin um nýggju skipanina, sum hann væntar verður samtykt í tinginum. 100 ár eru liðin, síðani Elinborg Lu Lützen, listakvinna, varð borin í heim, og í hesum sambandi hevur ein framsýning latið upp í Listaskálanum. Tað er ikki so frægt sum eitt ár síðani, at Leif Sørensen saman við øðrum lat upp nýggja matstovu í Skeiva pakkhúsi í Havn. Men nú hevur felagið Gist og Vist yvirtikið gamla pakkhúsið og fer at hava italska matstovu har. Vikuskiftissendingin var á gátt, har borðreitt varð við ymsum mati, sum verður at finna í matskránni. Henry Samuelsen, høvuðskokkur, greiðir frá millum annað einum serligum slagi av ravioli, sum er fylt við kjálkum. Hetta er nakað, hann sjálvur hevur funnið uppá. Ester Remery, leiðari í matstovuni, greiðir frá sínum leikluti, umframt hvat vín verður á skránni. Alt verður italskt, sigur hon, eisini vínið. Tað er annars ikki so langt síðani, Gist og Vist lat upp matstovuna The Tarv. Herfyri yvirtók felagið Smyrjibreyðsbúðina í Havn og lat upp matstovina Bitan í sama staði. Næst fyri stendur kioskin hjá Astu á Vaglinum, so sigast má, at felagið ger nógvar og stórar íløgur, og tað gongur skjótt framá. Spurdur um, hvussu útlitini eru fyri enn meira vøkstri hjá felagnum, sigur Johannes Jensen, stjóri í Gist og Vist, at tað væl er pláss fyri tí, tí í Føroyum eru færri matstovur pr. høvd enn í eitt nú Keypmannahavn. Hoyr innslagið í vikuskiftissendingini, har eisini maturin varð smakkaður. Trøflar eru kneysar, sum vaksa undir trøum. Mong halda, at trøflur eru eitt slag av soppi, men hetta er ikki heilt rætt, tí tær eru nærri skyldar við epli, sigur Teitur Christensen, høvuðskokkur í Fútastovu í Havn. Vikuskiftissendingin var á gátt, tá Teitur júst hevði fingið eina fríska sending av trøflum úr Italia. Tær eru sjáldsamar og kunnu ikki halda sær so leingi. Men tær eru nógv eftirspurdar vegna serliga hvítleykskenda smakkin, sum ber brá av trænum, har trøffilin hevur vaksið. Tí eru trøflur sera dýrar. Sambandsflokkurin fegnast um, at fiskidagarnir eftir øllum at døma halda fram, og at kvotaskipanin fyri botnfisk undir Føroyum verður slept. Fólkaflokkurin er fegin um niðurstøðuna hjá arbeiðsbólkinum, sum hevur gjørt tilmæli um fiskidagaskipan og umsitingarætlan. Eitt tilmæli, sum millum annað sigur, at vit skulu varðveita fiskidagaskipanina og sleppa ætlanunum um at seta í verk eina kvotaskipan fyri botnfisk. Tað var gott at vinnuumboðini í arbeiðsbólkinum kundu siga, hvar skápið skal standa, sigur Jacob Vestergaard, tingmaður hjá Fólkaflokkinum og fyrrverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Tað siga flestu formenninir í politisku flokkunum á løgtingi. Teir fingu spurningin um ein Suðuroyartunnil á fólkafundi í SALT seinnapartin. Í sendingini hoyra vit tónleik fyri horn og harmoniorkestur. Tónaskøld eru millum onnur Philip Sparke, Allen Vizzutti, Peter Graham og Richard Saucedo. At vinnan verður tikin so langt fram um tann vanliga borgaran er faktiskt ræðandi, og eg taki synd í teimum í Runavík, at tey ikki hava ein betri borgarstjóra enn so. At vænta, at tú í einum livandi samfelagi ongantíð skal hoyra nakað ljóð. Soleiðis verður tað ongantíð. Tað vóni eg ikki, tí so er tekin um afturgongd, segði Torbjørn Jacobsen millum annað. Trina Eysturoy vísir á, tey ikki stremba eftir einum ljóðleysum samfelagi men tey klaga um óneyðugan gang og ristingar frá ljósmoturunum frá skipunum. Tú kanst ikki krevja av búfólkið, at tey skulu gera síni hús um, hvørja ferð kommunan gevur loyvi til, at ídnaðurin kann gera so nógvan gang, at fólk ikki kunnu vera í sínum egna húsi, sigur Trina Eysturoy. Torbjørn Jacobsen vísti á, at kommunan hevur kannað, hvat tað kostar at veita streym til skipini frá landi. Men tað verður dýrt. Hann vísti á, at royndirnar í Noregi vísa, at tað kostar millum 8 og 10 milliónir krónur fyri hvørt skipið. Skulu vit hava landsstreym til øll skipin, sum liggja við Runavíkar Havn, so verður tað ein íløga, ið er millum 150 200 milliónir krónur. Tað eru ógvuliga vánaligar samráðingar, um hatta er nakað, hann hevur samráðst seg til, sigur Trina Eysturoy, sum vísir á á onnur tøl úr Noregi, sum siga, at tað kostar 28 milliónir norskar krónur at veita ravnmagn til 40 skip. Eisini Frakland, sum er ein av stóru londunum í ES og stendur fyri einum tíggjunaparti av samlaðu orkunýtsluni í ES, minkaði sítt útlát við hálvum fjórða prosenti. Sálmarnir vóru hesir 514 Óttandi hjarta 134 Rita navn títt mær í hjarta 378 Eg komi, Harri 385 Eg hjartans tøkk nú beri tær 600 Stór er tín trúfesti Prestur Símun Persson Jacobsen, deknur Jóan Karl Djurhuus, organistur Malena Egeberg Jacobsen, klokkari Hans Anthoniussen, tøkningur í kirkjuni Høgni Reinert Hansen. Brøvini hjá okkum í dag eru frá monnum, sum eru ørkymlaðir um familjulimir. Annar um tannáringadóttrina, sum ikki vil hava samband við hann og hin um konuna, sum er so nógv broytt, og sum ikki vil vita av honum longur. Tvístøðan snýr seg um ein málning frá einum góðum vini, og sms spurningurin er um eina trampolin. Í panelinum hesaferð eru Turið Horn, Malan Eyðunsdóttir og Hallelujasofus Tað var nógv uppá spæl tá liðini NSÍ og AB møttust við Løkin klokkan 19 í kvøld. Ein sigur var alneyðugur fyri NSÍ, um teir skuldu fylgja við KÍ í toppinum í Betrideildini. AB, sum í løtuni liggur undir niðurflytingarstrikuni, hevði somuleiðis nógv at spæla fyri, um teir skulu hava ein vón um, at kunna halda áfram í bestu deildini komandi ár. NSÍ løgdu bragdliga fyri í dystinum, og longu aftaná eitt gott korter vóru teir á odda 2 0. AB minkaði um munin tíðliga í seinna hálvleiki, men hetta ávirkaði ikki runavíkingar sum skoraðu trý mál afturat, HB legði seg á odda miðskeiðis í seinna hálveiki, og tíggju minuttir áðrenn tíð eydnaðist tað teimum, at fáa eitt mál afturat, og harvið tryggja sær trý stig. NSÍ AB 5 1 2 0 3 minuttir Petur Knudsen 1 0 18 minuttir Klæmint Andrasson Olsen 2 0 51 minuttir Eli Christiansson 2 1 63 minuttir Klæmin Andrasson Olsen 3 1 70 minuttir Sjálvmál 4 1 90 minuttir Klæmint Andrasson Olsen 5 1 Stigatalvan KÍ 20 stig NSÍ 19 stig B36 18 stig Víkingur 16 stig Skála 15 stig HB 15 stig TB 8 stig EB Streymur 6 stig ÍF 4 stig AB 3 stig Fólkatingsval verður mikudagin 5. juni, Grundlógardagin. Landsverk, Politiið, Ráðið fyri Ferðslutrygd og Kommunufelagið hava sent eina felags áheitan út til fólk, sum fara at heingja valplaktir upp. Plakatirnar mugu ikki hanga í rundkoyringum og ferðsluoyggjum, tær mugu ikki órógva útsýnið hjá bilførarunum, og tær mugu ikki fjala ferðsluskelti og annað Annars kunnu tær hanga allastaðni, um tær hanga hægri enn 2,30 metrar uppi yvir gongubreytini og minst hálvan metur frá vegjaðara ella tríggjar metrar frá súkklubreytum. Vinaliga, hugsið tykkum um og setið plakatirnar eitt hóskandi stað, so tær ikki eru til ampa fyri ferðsluna, sigur Lovisa Petersen Glerfoss, stjóri í Ráðnum fyri Ferðslutrygd. Valplakatin sjálv skal festast væl á eina plátu, og mann skal týðiliga síggja, at tað er ein valplakat, og hon má ikki skyggja ella líkjast einum ferðsluskelti. Sera nógv skal gerast næstu tíggju árini fyri at minka útlátið í Føroyum. Millum annað skal eingin bensinbilur ella dieselbilur seljast í Føroyum frá 2030. Ein arbeiðsbólkur hevur gjørt eitt álit um veðurlagspolitikk. Hóast stór átøk verða gjørd, slepst kortini ikki undan verðurlagsbroytingum í Føroyum Løgtingið samtykti einmælt í 2009, at Føroyar, frá 2010 til 2020, skuldu minka útlátið í minsta lagi 20 prosent samanborið við útlátið, sum var í 2005. Men nú er staðfest, at útlátið er níggju prosent størri enn í 2005. Føroyar hava eisini bundið seg til at halda avtaluna um verðurlagspolitikk, sum varð gjørd í París í 2015, og kemur í gildi 1.januar 2010. Parísavtalan ásetur, at innan 2020 skulu londini boða ST frá, hvussu tey fara at skerja sítt útlát fram til 2030. Hóast talan er um stórmál, er hoyringarfreistin stutt, hon endar fríggjadagin 17.mai. Fyrst og fremst oljan ger, at Føroyar lata út so nógv vakstrarhúsgass. Tí skal oljunýtslan minka, og hon skal minka nógv næstu árini. Uppskot er gjørt um føroyskan veðurlagspolitikk næstu tíggju árini. Sjey átøk eru í uppskotinum og 20 tilmæli. Tey flestu eru um oljuna. Miðað verður eftir at minka útlátið frá virkseminum á landi 45 prosent samanborið við 2010. Oljan skal minka 62.000 tons hetta til 2030. Nýtslan skal minka úr 141.000 tonsum niður í 79.000 tons. Og Føroyar fara alt fyri eitt at seta tiltøk í verk at tálma útlátið frá skipum og fyrireika seg til, at útlátið á sjónum er skert 50 prosent í 2050 samanborið við 2008. Arbeiðsbólkurin, sum hevur gjørt uppskotið um føroyskan veðurlagspolitikk, mælir til at gera ein lóg um, hvussu nógv, CO2 útlátið skal minka. Hann mælir eisini til at seta ein ráðgevandi veðurlagsbólk. Arbeiðsbólkurin sigur, at tað almenna eigur at ganga undan við grøna umskiftinum. Arbeiðsbólkurin mælir eisini til, at meirvirðisgjaldið fyri tilfar og arbeiðsløn fyri at bjálva verður afturborið í eitt avmarkað áramál fyri at javnseta bjálving við hitapumpur. Ein máti at avmarka oljukeypið er at leggja stórt avgjald á oljuna skjótast gjørligt. Eitt annað tilmæli er, at seta forboð fyri at selja nýggjar bensinbilar og dieselbilar í 2030. Í mars í ár vóru 126 elbilar skrásettir í Føroyum, sjey prutl og ein motorsúkkla. 18.612 bensinbilar og 14.843 dieselbilar eru skrásettir í Føroyum. Arbeiðsbólkurin sigur, at veðurlagsbroytingarnar fara at merkjast, hóast átøk verða gjørd fyri at minka útlátið. Hetta skulu Føroyar eisini fyrireika seg til. Umleið 400 sálmar eru nú tøkir hjá fólki at lurta eftir á netinum. Hetta er gjørt, tí ofta verður spurt eftir sálmum, sálmaløgum og ávísum upptøkum. Kringvarpið hevur allar sálmar í sálmabókini í kringvarpssavninum, hesir verða primert nýttir til morgunlesturin. Í 2009 var sjøtul settu á at syngja sálmarnar inn av nýggjum. Kringvarpið hava verið runt í Føroyum í ymsum kirkjum og skipað fyri sokallaðum sálmakvøldum , har KVF lýsti við tiltakinum og fingu fólk at koma at syngja. Sungnir eru inn fleiri hundrað sálmar, men enn er nakað á mál, so hetta er ein støðug gongd. Tey, sum eru við í sendingini, eru Dánjal Petur M Müller úr Kvívík, Gudny og Erik Heinesen úr Bø, Petur Andreasen úr Klaksvík og Anna og Jógvan Christiansen av Skála. Arbeiðsbólkur endurskoðar nú politikkin, og nýtt mál skal setast. Í fyribils uppskoti sæst, at mælt verður til fleiri umhvørvisavgjøld. Lógarnevndin sigur millum annað, at orkusparingin við summartíðini er avmarkað, tí í dag brúkar tú minni streym til ljós enn fyrr eftir at spariperur og ledperur eru komnar á marknaðin. Mátingar í Damnark vísa, at summartíðin sparir eitt prosent í samlaðu elnýtsluni. Men grønlendska landsstýrið er í móti, tí onnur lond, sum Grøland samstarvar við, brúka eisini summartíð. Skip skulu boða tolleftirlitinum frá, tá tey koma til Føroya úr útlendskari havn. Nú, svartkjaftatíðin er upp á tað mesta, minnir TAKS á regluna um, at skip skulu boða føroyskum tollmyndugleikum frá, tá tey koma aftur úr útlondum. Reglan er eisini galdandi fyri útlendskar stuttleikabátar og flogfør, og eisini skip, sum koma í føroyska havn, til dømis at landa ella at bunkra. Hjá teimum er tað ikki minni umráðandi at boða frá, eitt nú fyri at kunna tryggja sporførið á veiðuni. Oddbjørn Joensen, viðmerkjari, tekur saman um eina óveruliga viku í Champions League, endan á PL, har Man.City endurvann meistaraheitið og so umrøða vit eisini eisini Betri deildina 20 ára gamla Ditte hevur síðan fyrsta herðindi av panikkangist á Roskilde Festivali stríðst við angist í stórum rúmi. Vit fylgja Ditte, tá hon framprovokerar angist og roynir at hava tamarhald. KÍ vann 1 0 við máli frá Jákupi B. Andreasen, men sigurin var meira sannførandi enn so, tí gestirnir høvdu møguleikar til nógv fleiri mál og brendu eisini eitt brotsspark. Síðst eitt felag hevði 23 stig fyri fyrsta triðingin var í 2014. B36 endaði tá eisini við at blíva føroyameistari. Teir vunnu kappingina við 61 stigum. KÍ hevur ongantíð áður havt so nógv stig fyri níggju dystir. Í 2017 og í 2018 hevði KÍ 19 stig fyri níggju dystir, sum er tað mesta. Í fjør setti HB met fyri flest stig nakrantíð, tá kappingin var liðug. HB endaði ovast við 73 stigum. HB vann sær 22 stig í fyrsta triðinginum í fjør. Støðan 1.KÍ 23 stig 2.NSÍ 19 stig 3.B36 18 stig 4.Víkingur 17 stig 5.Skála 15 stig 6.HB 15 stig 7.TB 8 stig 8.EB Streymur 7 stig 9.ÍF 4 stig 10.AB 3 stig Flogferðir eru ein vaksandi trupulleiki, tá ið ræður um veðurlagið. Trupulleikin er vaksin 50 prosent síðani 1990, og hann verður uppaftur størri, tá vit nærkast 2050. Tað sigur formaðurin í veðurlagsráðnum, Peter Møllgaard, við DR . Hann skjýtur upp, at eitt CO2 avgjald verður lagt á flogferðaseðlar. Vit eiga at leggja avgjald á CO2, sum verður brent í atmosferuni, tá vit flúgva. Vit eiga at gjalda prisin, sum tað kostar at dálka við CO2, sigur Peter Møllgaard. Heldur henda forsøgnin, fara danskar floghavnir at avgreiða umleið 50 milliónir ferðafólk í 2037, og heldur gongdin fram, verður talan um 67 milliónir ferðafólk í 2050. Formaðurin í danska veðurlagsráðnum vísir á, at danskir politikarar hava aftrað seg við at viðgera henda spurningin, tí loftferðsla er eitt altjóða mál. Hann heldur, at byrjast kann á norðurlendskum ella evropeiskum stigi. Bæði Noreg og Svøríki er undan okkum, og Belgia og Holland hava skotið upp at hava eitt felags avgjald í ES. Danmark kann sum eina byrjan taka undir við hesum tiltøkum, sigur Peter Møllgaard. Í evropeisku londunum, har avgjald er lagt á ferðaseðlar, er gjaldið millum 10 og 700 krónur. Tað veldst um, hvussu langur flogteinurin er. Georg L. Petersen hevur drúgvar royndir í miðlaheiminum. Hann hevur starvast sum ábyrgdarblaðstjóri og blaðstjóri á Dimmalætting og sum tíðindaleiðari í SVF. Hann er útbúgvin Cand.public, sum er ein kandidatútbúgving innan journalistikk, frá Lærda Háskúlanum í Aarhus. Hann hevur eisini lokið journalistútbúgvingina á Journalistháskúlanum í Aarhus. Georg tekur við sum tíðindaleiðari eftir Heina Gaard, sum hevur verið virkandi tíðindaleiðari. Georg L. Petersen tekur við starvinum beinanvegin. Tríggjar umsóknir vóru til starvið. Tá Michelle valdi at gerast muslimur 12 ára gomul, var pápin alt annað enn fegin. Hon fekk forboð ímóti at ganga við turriklæði heima og so framvegis. Michelle er bara ein av fleiri, sum hava valt islam. Hetta kann sindra familjur og gera genturnar til skotskivu fyri ótta og undran. Men hvat liggur aftan fyri valið. Í tveimum sendingum hitta vit fimm gentur, sum hava valt islam. SEV ætlar at víðka upplandið við Vatnsnesvatn í Hovsdali. Fyri at gagnnýta vatnorkuna meira, er kannað, um tað ber til at leiða meiri vatn í Vatnsnesvatn. Støðukanningar vórðu gjørdar av fugla , plantu og skordýralívi á økinum á sumri í fjør. Kanningarnar vístu, at fuglur, ið reiðraðist í økjunum, var vanligur heiðafuglur. Eisini vístu kanningarnar, at plantur í økinum vóru vanligar. Skordýr vóru eisini vanlig, tó var eitt skordýraslag í øðrum økinum, ið ikki er vanligt at síggja. Væntandi verða økini niðan fyri veitirnar turrari, og tí fara planturnar har væntandi at broytast til fleiri turrlendisplantur og færri vátlendisplantur. Eisini kann væntast, at skordýralívið verður tillagað, har meiri verður av graslendisklukkum og minni av vátlendisklukkum, sigur Umhvørvisstovan. Árinsmetingin er almenn. Almenningurin, áhugafeløg og myndugleikar hava møguleika til at gera viðmerkingar til umhvørvisárinsmetingina. Hoyringarfreistin er týsdagin 11. juni. Í 60 árunum er eitt mark, sum býtir Evropa sundur. Hans Christian er vestaru megin, Isolde eystaru megin. Hvussu skulu tey liva saman Ein filmur um kærleika og flýggjan í skugganum av jarntjaldinum. Sjónleikarin Dick Holmstrøm var eitt ára gamal, tá mamma hansara Ingrid fór til Ásia. Mamma og sonur hittust fimtahvørt ár, og har ímillum varð hann aldur upp við brævaskifti. Eftir summarfrítíðina fer at bera til at taka eina diplomútbúgving sum rithøvundur ella tónleikari á Setrinum. Útbúgvingarnar eita ritlist og tónlist. Endamálið við útbúgvingini er, at studenturin ognar sær verkligan førleika til sjálvstøðugt listaligt arbeiði og fær grundleggjandi ástøðiliga vitan til at hugsa greinandi um list og egna skapanargongd. Ein kann so velja tónlistaleiðina ella ritlistaleiðina. Tveir triðingar av útbúgvingini eru verkligir, og ein triðingur er ástøðiligur. Á verkstovunum eru tað yrkislistafólk, sum fara at undirvísa, sigur Jens Dam Ziska. Hann avdúkar, at Rói Patursson fer at taka sær av einari verkstovu í ritlist, og Sunnleif Rasmussen fer at taka sær av einari verkstovu í tónlist. Men sambært matstovuleiðaranum, Jan Restorff, kom tað rættiliga óvart á hann og starvsfólkahópin á krónni, at tey fingu heiðurin í ár Mann veit ongantíð, hvat hendir til slíkar handanir. Tað er eitt sindur sum ein fótbóltsdystur, og mann skal kempa líka inn til dysturin er liðugur, sigur Jan Restorff og heldur fram Tá mann sá, hvørjar tær fimm matstovurnar, sum vóru við í finaluni, eru, so visti mann, at tað kundi blíva torført at vinna. Men vit kláraðu tað, so tað er heilt fantastiskt, sigur Jan Restorff, sum hevur 20 ár á baki á Søllrerød Kro. Í morgunsendingini greiddi Jan Restorff millum annað frá, hvønn týdning tað hevur, at Søllerød Kro hevur vunnið heiðurin sum ársins norðurlendska matstova 2018, og hvussu tað fer at ávirka virksemið á krónni. Eru eini foreldur gift, so hava bæði foreldrini foreldramyndugleika, og tískil skulu avgerðir framvegis takast í felag, um foreldrini fara hvør til sítt. Jógvan Páll Lassen greiðir frá, hvussu foreldur kunnu bera seg at, um tey fara hvør til sítt, hvussu rætturin viðger slík mál, í hvønn mun børnini verða hoyrd og so framvegis. Trivnaðarnevndin í Sunda kommunu hevur viðgjørt málið. Kommunan fer at steðga arbeiðinum fyribils, og fer at kalla borgarar í Saksun til fundar um málið. Kommunan vil framhaldandi í samsvari við samtykta ferðavinnupolitikkin skipa ferðavinnuna í Saksunar bygd, men fer at brúka tíð til at fyrireika raðfestingarnar nærri, stendur á heimasíðuni hjá Sunda kommunu. Hóast ein mánaður er síðani, at bæði løgmaður og landsstýrismaðurin í samferðslumálum skuldu kanna embætisførsluna í Samferðslumálaráðnum í samband við Marknagilsdepilin, er einki kanningarúrslit komið. Samferðslumálaráðið fekk hvassar atfinningar í kanningini hjá Landsgrannskoðanini av byggingini av Marknagilsdeplinum, sum varð almannakunngjørd 12. apríl. Landsgrannskoðanin ivast í, um Samferðslumálaráðið hevur útint sína eftirlitsskyldu, tá ið ráðið hevur verið vitandi um teir trupulleikar, ið hava verið við byggingini av Skúladeplinum við Marknagil, og ikki hevur spurt ella kannað, um tað kundi verið brek innanhýsis hjá Landsverki, ið er ein stovnur undir málsøkinum hjá Samferðslumálaráðnum. Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, segði 15. apríl, at hann mátti kanna málið nærri. Men nú, ein mánaða seinni, er framvegis onki hent í málinum. Heðin Mortensen sigur í dag, at tey eru ikki komin á mál við kanningini, men at tað verður hvørja løtu. Heðin Mortensen vil ikki siga, nær arbeiðið verður liðugt. Eisini løgmaður ætlaði at kanna embætisførsluna hjá Mentamálaráðnum og Samferðslumálaráðum. Men heldur ikki Løgmansskrivstovan er liðug við nakra kanning. Nær kanningin er liðug er ógreitt, og Løgmansskrivstovan hevur sagt, at løgmaður ikki úttalar seg um málið, fyrr enn kanningin er liðug. Tilmælini um nýggja umsitingarætlan byggja á útrokningar, sum arbeiðsbólkurin hevur gjørt. Men tølini, sum arbeiðsbólkurin hevur brúkt, eru væl meira bjartskygd enn tey tølini, sum ICES og Havstovan eru komin fram til. Tað skrivar arbeiðsbólkurin í sínum riti. Hetta vil siga, at tilmælini um nýggja umsitingarætlan sum bæði reiðarar, Havstovan og Fiskimálaráðið fegnast um byggja á tøl, sum ikki heilt samsvara við útrokningarnar hjá serfrøðingunum hjá ICES og Havstovuni. Orsøkin til, at arbeiðsbólkurin er komin fram til hesi meira jaligu tøl, eru fleiri. Tá ICES ger stovnsmetingar verður roknað við óvissum. Tess óvissari ein stovnsmeting er, tess lægri burðardygt veiðitrýst. Men arbeiðsbólkurin hevur valt at hyggja púra burtur frá óvissum. Orsøkin til at arbeiðsbólkurin hevur valt at hyggja burtur frá óvissum er, at tað ger útrokningarnar einfaldari. Júst hesar einføldu útrokningarnar har óvissa ikki er tikin við gera, at tølini síggja meira bjørt út enn tølini hjá ICES og Havstovuni. Eisini hevur arbeiðsbólkurin valt ikki at taka nøkur atlit, sum ICES og Havstovan vanliga taka, tá tey gera stovnametingar. Orsøkin er aftur At tað er einfaldari. Hetta vil sostatt siga, at mannagongdirnar og útrokningarnar í høvuðsheitum eru einfaldari enn tær, sum ICES ger, og tískil eru tølini meira bjørt enn tey hjá ICES. Tað eru sostatt hesi meira jaligu tølini, sum nýggj umsitingarætlanin byggir á. Ein varð ikki mett at lúka grundleggjandi krøv til slíkar umsóknir, og stýrið fyri Fróðskaparsetrið hevur eftir tilmæli frá setanarbólkinum gjørt av at lýsa starvið leyst av nýggjum, so fleiri fáa høvi at søkja. Minni dentur verður lagdur á kravið um fyrisitingarligar og málsligar førleikar, og tað er ikki eitt krav, at nýggi rektarin skal hava granskingarførleikar. Fremsta uppgávan verður at standa fyri leiðsluni á Fróðskaparsetrinum og tryggja, at stovnurin veitir samfelagnum gransking og útbúgving á altjóða stigi. Næsti formaðurin í ES nevndini skal vera ein kvinna. Tað sigur Margrethe Vestager, ES nevndarlimur í kappingarmálum, við týska blaðið Bild. Fráfarandi ES nevndarformaðurin, Jean Claude Juncker, hevur eisini nevnt Margrethu Vestager sum eitt gott evni at taka við formanssessinum í ES nevndini. Margrethe Vestager hoyrir til fjórðstørsta bólkin í ES tinginum, ALDE. Skal tað eydnast henni at fáa formanssessin, noyðist hon millum annað at fáa stuðul frá týska samveldiskanslaranum, Angelu Merkel. Samráðingar verða væntandi millum ríkis og stjórnarleiðararnar og ES tingið, men tað er ikki vist, at høvuðsvalevnini hjá ymsu flokkunum til starvið sum ES nevdarformaður, hava nakran møguleika, siga politiskir eygleiðarar í Brússel. All hymns in the Faroese hymn book are available in Kringvarp Føroya s library, but in 2009 a new project set out to record new versions of the hymns. In so called hymn nights in churches across the islands, hundreds of hymns were recorded. Not all of them are available online yet, but the project is expected to be completed soon. Við urtum úr urtagarðinum kanst tú gera eina náttúrliga andlitsmasku. Elin Unnes, rock og urtagarðsmiðlafólk hevur gjørt sítt egna urta spa og vísir, hvussu tað kann gerast. Stephanie hevur endiliga fingið møguleika at dansa ein stóran leiklut men so dettur hon undir venjing, og tað fær stórar avleiðingar. Vit fylgja við seks kongligum ballettdansarum í hálvt ár og geva innlit í, hvussu tað er at liva í teirri beinhørðu kappingarverðini. Her er disciplin, stórir dreymar og vónbrot. Mangir av spælarunum eru um tey 40, og nú er at halda seg í góðum formi, men eisini at hugsa um, hvussu verður í felagnum frameftir. Hvør er áhugin fyri fólkatingsvalinum millum bæði veljarar og valevni, er ein av yvirskriftinum, sum vit viðgera saman við Una Holm Johannesen, stjórnmálafrøðingi. Seinnapartin í nítiárunum arbeiddu Kári Durhuus og Per Højgaard sum journalistar á Fólkatingi. Vit fara eitt nú at fregnast um hetta serliga journalistiska arbeiðsplássið, tá Kári Durhuus kemur á gátt. Tá ið føroyskir fólkatingsmenninir avgera danskan politikk Óli Breckmann og Jóannes Eidesgaard hava báðir sitið á Fólkatingi. Og við bæði einum løttum og seriøsum tóna skifta teir orð um tíðina á danatingi. Eitt er føroyska fólkatingsvalið, men hvat myndar tað danska Vit spyrja Kaj Joensen, sum hevur sína dagligu gongd sum journalistur á Christiansborg. Ívar Iversen er 88 ára gamal, og longu sum 14 ára gamal avloysti hann pápa sín við urguna í Kvívíkar kirkju, og har hevur hann virkað í fleiri áratíggju. Ívar hevur eisini verið urguleikari í Havn og í Kaldbak. Hann hevur eiisni spælt til andaktir á røktarheiminum og á hvíldarheiminum í Havn fleiri ferðir um vikuna, sungið í Útvarpskórinum og síðani í Havnarkórinum, og í meira enn hálv hundrað ár hevur hann sungið fyri líki í Havn. Bergholið verður 2.200 metrar langt og átta metrar breitt. Afturat bergholinum skulu 200 metrar av vegi gerast húsavíkarmegin og 100 metrar av vegi dalsmegin. Tríggir kilometrar av verandi vegi skulu breiðkast. Arbeiðið, at gera bergholið, fer at taka umleið fýra ár, treytað av at nøktandi játtan verður latin, skrivar Landsverk. Tað ásannar Útoyggjafelagið, sum á nevndar og umboðs ráðsfundi í Stóru Dímun um vikuskiftið tók avgerð um, at siðbundna Útoyggjastevnan verður ikki í ár. Tað vóru 21.478 skrásettar gisti nætur í gistingarhúsum 1. ársfjórðing 2019. Tað eru 935 ella 4,6 prosent fleiri enn sama tíðarskeið í 2018. Tað skrivar Hagstovan. Av teimum gistandi er størsti parturin úr Danmark og Føroyum. Størsti vøksturin í tali er hjá fólki, búsitandi í Danmark, svarandi til ein vøkstur uppá 19 prosent. Lutfalsliga var eisini sera stórur vøkstur úr Norðuramerika, Norra, Íslandi, Finnlandi, Fraklandi og Spania, vísa tølini hjá Hagstovu Føroya. Merkisvert er eisini stóri vøksturin úr londum í Asia og Afrika. Hinvegin var stór minking úr Týsklandi, har gistingarnar minkaðu niður í helvt, og úr Bretlandi við einum fjórðingi. Tað vísir ein nýggj veljarakanning, Epinion hevur gjørt fyri DR. Dansk Folkeparti fær 20 sessir sambært kanningini. Hetta merkir, at DF missir 17 sessir í Fólkatinginum. Flokkurin fer, sambært veljarakanningini, aftur frá 21,1 til valið í 2015 til bara 11,6 í dag. Danski javnaðarflokkurin er enn størsti danski flokkurin, hann fær 27,1 í kanningini. Flokkurin Venstre hevur 18 , og av teimum smærru flokkunum, fáa Nye borgerlige 2,6 og Stram Kurs, flokkurin hjá Rasmus Paludan, fær 2,6 . Vit hava fingið bræv frá Sølva. Hann sigur, at tey hava fingið hønur og hava gjørt høsnarhús í skúlanum á Trøðni. Vit fara á vitjan og Matteus og Sølvi vísa okkum runt á skúlanum og greiða frá. Tað verður kjakast nógv um veðurlagsbroytingar í 2019. Tað er tó ógvuliga ymiskt, hvørja fatan fólk hava av veðurlagsbroytingum, og hvat vit kunnu gera við tað. Í kvøld skulu umboð úr teimum politisku flokkunum kjakast um evnið á einum tiltaki í Norðurlandahúsinum, sum FNU og Ringrás skipa fyri. Tá ið tað kemur nokk av nýggjum fakta, so fær man eitt paradigmuskifti. Og mann má siga, at vit eru í einum paradigmuskifti nú, og tað er nokkso týðiligt, at politikkarar ikki vita akkurát, hvat teir skulu gera, sigur Ragnheiður Bogadóttir. Tað eru nakrar grundgevingar í hesum kjakinum, sum eru opinlýst skeivar. Politikkarar brúka tað, sum á enskum kallast framing . Teir ramma trupulleikan inn, tí teir vilja hava kjakið at snúgva seg um ávís evni, og syrjga fyri, at onnur evni ikki koma við, tey, sum kanska eru trupul, sigur Jógvan D. Hansen. Eftir at hava havt fleiri fundir við politisku flokkarnar er Heilsu og innlendismálaráðið við at koma á mál við viðgerðina av tilboðnum um samstarv um diabetissamstarv, sigur landsstýriskvinnan í heilsu og innlendismálum. Tað var í juni í fjør at Heilsu og innlendsmálaráðið var á fundi við Novo grunnin um samstarv um diabetisviðgerð. Men hetta reisir nógvar prinsipiellar spurningar, í tí hevur landsstýriskvinnan havt fund við umboð fyri hinar politisku flokkarnar um málið. Novo Nordisk setti seg í samband við Heilsu og innlendismálaráðið um eitt samstav millum føroysku mynduleikarnar og Novo Nordisk um diabetisviðgerð. Fólkakæri John Mogensen var hittsangari av teimum heilt stóru. Hann útgav bestseljandi plátur, og sangirnir liva væl nú 40 ár eftir, at John Mogensen doyði alt ov ungur í 1977. Danski sjónleikarin, Rasmus Bjerg, spældi John Mogensen í filminum. Síðani hevur Rasmus Bjerg framført sum John Mogensen á festivalum og konsertum. Og leygarkvøldið fer hann á pall í Føroyum. Í morgunsendingini greiddi Rasmus Bjerg millum annað frá, hvussu hann hevur fyrireikað seg til at syngja og upptraðka, sum John Mogensen. Luttakarar Christina Ravnsfjall, Bjarni Johansen, Jógvan D. Hansen og Ragnheiður Bogadóttir, Mikael Thomsen, Rasmus Bjerg og Armgarð Arge Eitt nú mistu yngri kundarnar hjá stóra pensjónsfelagnum í Føroyum Tryggingarfelagnum Lív sum tvey prosent av pensjónsuppsparingini men sæð yvir eitt longri tíðarskeið er lítil orsøk at stúra, sigur stjórin í Lív, Jan Jakobsen. Tað mista í 2018 er longu vunnið inn aftur fyrra hálvár í 2019. Tað upplýsir Facebook í dag. Boðini koma samstundis sum fleiri av heimsins leiðarum hittast í París at viðgera spurningin um harðskap og víðgongt innihald á sosialum miðlum. Millum teirra, sum verða á fundinum í dag, eru franski forsetin, Emmanuel Macron, og nýsælendski forsætisráðharrin, Jacinda Adern. Adern hevur funnist hvassliga at Facebook, í kjalarvørrinum av atsóknini at tveimum moskum í nýsælendska býnum Christchurch, sum kravdi 51 mannalív. Ein partur av atsóknini varð sendur á Facebook Live. Varastjórin í Facebook sigur, at í framtíðini verður ein persónur, sum til dømis deilir eitt leinki við eini útsøgn frá einum yvirgangsbólki, forðaður at brúka Facebook Live eina tíð. Hetta er eitt stig á røttu leiðini, sigur nýsælendski forsætisráðharrin. Umboð fyri tøknirisarnar, Facebook, Google, Microsoft og Twitter, eru eisini við á toppfundinum í París í dag. Sókn Advokatar hava fingið til uppgávu, at selja Posta. Málið er, at sølan av Posta er avgreidd í juli, upplýsir Vinnumálaráðið, ið hevur sett Sókn advokatar saman við Hammer Consulting, at taka sær av søluni. Seks bjóðaðu seg fram, at taka sær av søluni av Posta. Sókn advokatar saman við Hammer Consulting vunnu uppgávuna at standa fyri ráðgeving og tilgongdarstýring í samband við, at selja Posta. Tilboðini komu bæði frá føroyskum og útlendskum fyritøkum. Tilboðini vóru sera ymisk úr einum mettum lægsta prísi uppá 481.000 krónur til 2,4 milliónir krónur. Prísurin vigaði 50 , og tilgongd, førleikar og annað vigaðu 50 Tilboðið hjá Sókn kemur væntandi at kosta millum 481.000 og 533.000 krónur uttan mvg. Men avtala er gjørd um, at kostnaðurin ikki má fara uppum 598.000 krónur. Tá er mvg ikki íroknað. Søluráðgevin skal í tøttum samstarvi við arbeiðsbólkin standa fyri, at skipa sølutilgongdina. Tá tilmæli fyriliggur um møguliga sølu og prís, treytir við meira verður tilmæli lagt fyri arbeiðsbólkin, ið síðani letur tilmæli til Einskiljingarnevndina til støðutakan. Endalig avgerð um sølu verður eisini viðgjørd á landsstýrisfundi. Tað er ein treyt, at keypari skal vera skipaður, sum parta ella smápartafelag, ið er skrásett í føroysku partafelagsskránni. Í útboðstilfarinum er lagt upp til, at ein søla skal fremjast skjótast til ber. Í sáttmálanum við Sókn verður miðað eftir, at tilgongdin er liðug í juli mánað. Tað er eisini upp til søluráðgevan í tilgongdini, at meta um og ráðgeva arbeiðsbólkinum um, nær skilabest er at fremja søluna. upplýsir vinnumálaráðið í skrivi til Kringvarpið. Norðurbryggjan er eitt livandi mentanarstað við list og mentan úr Føroyum, Grønlandi og Íslandi. Harumframt húsar Bryggjan eisini sendistovum, matstovu, kaf , fyrilestrar og fundarhølum við mongum meira. Vit hava vitjað stjóran, Karin Elsbudóttir. Vit fara eisini á listaframsýning á Norðurbryggjuni, har Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard og Bárður Dahl Christiansen fara at umrøða framsýningina hjá Anker Mortensen. Leygardagin lat Bárður Jákupsson upp listaframsýning í bæði Steinprenti og á Skipasmiðjuni vit fara á gátt miðskeiðis í sendingini. Fríggjadagin lat 100 ára heiðursframsýningin fyri Elinborg L Lützen upp á Listasavni Føroya. Vit skifta orð við Edward Fuglø, sum setti framsýningina. Vit hava eisini vitjað á Gamla Seglhúsinum í Klaksvík, har Hanni Bjartalíð hevði fernisering sunnudagin. Vit tosa við bæði listarmannin og Oggi Lamhauge, sum setti framsýningina. Takrennutónar er heiti á nýggjum yrkingasavni eftir Tórodd Poulsen. Og seinast í sendingini fer Jógvan Isaksen at ummæla nýggja savnið. Tú kanst hoyra sendingina her Hvussu smidligar eru útbúgvingarnar Tuomas Enbuske og Mørta Westerlund hyggja nærri at miðnámsskúlum og yrkisskúlum og menningini har. Brúkaraeftirlitið avdúkar svik og kunnar teg um, hvussu tú kanst gerast dugnaligari brúkari. Fleiri ung siga seg heldur vilja bróta hondina enn fartelefonina. Eftirlitið kannar telefon bundni nærri. Chanell er í stórari kreppu, nú hon hevur fylt 50 og hevur hug at búra seg inni við appilsinhúð og turrum slímhinnum. Ber tað til at halda aldrinum aftur við at ganga í fitness, brúka extensions og spray tan 53 ára gamla Blue noktar at lata aldurin avmarka hana. Hon hevur ein unnusta, sum er 18 ár yngri enn hon, og hon litar framvegis hárið blátt og gongur í náttklubb í korsetti og holutum sokkum. Yvonne Aronsson, sum var rúsdrekkamisnýtari, gjørdist edrú fyri nøkrum árum síðan. Í hesi raðsendingini sigur hon frá lívi sínum og hví hon fór at drekka. Í dag livir hon við pínuni og skommini um at hava svikið børnini. Lars og Titti skulu byggja sær dreymabústað í lg í skergarðinum við Stockholm. Húsini standa ovarlaga við útsýni yvir trætopparnar á sama stað, sum foreldur hansara bygdu summarhús fyri 60 árum síðan. Men tá tey ríva niður og tey nýggju húsini taka skap, vekjast gomul minni. Tá hann flutti inn til Bj rklund familjuna, hevði Ramin ikki væntað, at hann fór at leggja nakað í hundar. Í Iran og Afghanistan hava einans tey ríku hund. Men sum frá líður, læra teir hvønn annan at kenna, og tá Ramin skal flyta út, eru tað hundarnir, sum hann hevur ringast við at fara frá. Terese Norrvik sigur frá teirri øðrvísi lívsleiðini. Fyrst sum undangongufólk og verkætlanarleiðari í Nokia til at selja toy og síðan teologur. Nógvir smálutir skulu fáast upp á pláss, tá opera er á skránni. Thomas Marthinsen programmleiðari fylgir við, tá Tann flúgvandi hálendingurin verður uppsettur í Bergen. Kaninin Totte er givin at eta hoyggj, og tað er tekin um, at okkurt ikki ruggar rætt. Á Nordens Ark skal Ankan hjálpa, og har kemur hon í samband við tikarar og onnur djór og djóraungar. Í dag klokkan 16 verður hakin settur í til berghol til Dals húsavíkarmegin. Tað verður Heðin Mortensen, landsstýrismaður, ið fer at loysa fyrsta flagið. Bergholið verður 2.200 metrar langt og átta metrar breitt. Afturat bergholinum skulu 200 metrar av vegi gerast húsavíkarmegin og 100 metrar av vegi dalsmegin. Tríggir kilometrar av verandi vegi skulu breiðkast. Arbeiðið fer at taka umleið fýra ár, treytað av at nøktandi játtan verður latin, skrivar Landsverk. Bergholið til Dals við tilhoyrandi vegum verður mett at kosta millum 75 85 milliónir krónur. Hóast eingi avgerandi framstig eru gjørd í samráðingunum við Labour leiðaran, Jeremy Corbyn, ætlar Theresa May, forsætiráðharri, at leggja brexit avtaluna fyri parlamentið, áðrenn undirhúsið fer í summarfrí. Tað verður kanska longu í fyrstu viku av juni, sigur ein stjórnartalsmaður við Reuters. Stjórnin heldur, at væl er komið burtur úr samráðingunum við Labour um eina nýggja brexit avtalu. Undirhúsið feldi tríggjar ferðir uppskotið um avtaluna, sum Theresa May gjørdi við ES um brexit, og tað endaði við, at brexit varð útsett til 31. oktober. Øllum dámar ikki, at forsætisráðharrin hevur samráðingar við størsta andstøðuflokkin um eina nýggja avtalu. 13 fyrrverandi ráðharrar hava í brævi til Theresu May ávarað hana ímóti at slaka fyri krøvum frá Jeremy Corbyn. Tað varð gjørt av á fyrireikandi rættarfundi í gjár. Tá verða næstan tvey ár liðin, síðani partafelagið Enniberg stevndi Fiskimálaráðnum. Ein vika í november verður sett av til dómsviðgerðina, men hvørja viku dómsviðgerðin verður, er ikki endaliga greitt enn, sigur Christian Andreasen, advokatur hjá partafelagnum Ennibergi. Tað var um hálvan desember í 2017, at partafelagið Enniberg gjørdi av at stevna Fiskimálaráðnum. Reiðaríið segði, at Fiskimálaráðið hevði ongan rætt til at taka 10 prosent av Barentshavs kvotunum og selja tær á uppboðssølu, hvørki í 2016 ella í 2017. Fiskimálaráðið hevur heldur ikki rætt til at ognartaka allar kvoturnar í Barentshavinum fyri síðani at luta part av teimum út aftur til tey reiðarí, sum hava fiskað í Barentshavinum í fleiri áratíggju. Eitt somikið stórt inntriv í virksemið hjá fyritøkum má gerast við 25 ára varsli. Felagið vil tí hava endurgjald fyri hesi tonsini, sum vórðu klípt burturav Barentshavs kvotunum. Kravið er 3,9 milliónir krónur fyri 2016 og 3,5 milliónir krónur fyri 2017. Harumframt krevur reiðaríið prosessrentu omaná. Kristina Bærendsen játtaði loksins at syngja Mama Said, men hon leggur dent á, at hon persónliga ikki var í einum góðum staði í lívinum. Íslendingurin, sum hevur skrivað 17 eurovision sangir, hevur, við íblástri frá persónligu upplivingunum hjá Kristinu Bærendsen, skrivað sangin, Papa. Hetta er ein ógvuliga rørandi sangur, og sangavrikið hjá Kristinu er nakað av tí besta, eg havi hoyrt, sigur Sveinn Runar Sigurdsson. Tiny og Bess eru border collie og av bestu seyðahundum. Hygg, hvussu væl teir duga at savna seyðin fyri Elisabeth og Johnny í Reinøya í Troms Tað sæst ofta aftur í týddum tekstum, at vit orða okkum knortlut, tí vit týða útlendsk navnorð til føroyskt heldur enn at skriva tey um til sagnorð, sigur Elin Henriksen, málkøn. Í hesum samanhanginum tosa vit eisini um orðini, begribelighed, h ndtbarhed og meningsfuldhed, tí hvussu skulu vit siga hetta á føroyskum, spyr lurtari. Útlendskt úttliskt Í seinasta Málteigi brúktu vit orðið, útlendskt, og tá spurdi lurtari um úttaluna, tí summi siga útlendskt og onnur úttlisk. Maria hevur sjálv skriva og framleitt teir fýra sangirnar á EP ini, sum er tikin upp í Studio Bloch av Theodor Kapnas, sum eisini hevur ljóðblandað sangirnar. Í Kvørnini hesaferð eru vit til útgávutiltak í Tutl, og hoyra samrø u við Mariu Mercedes Lindenskov umframt teir fýra sangirnar á fløguni. Hetta er ein rættiliga ymislig framsýning. Mær dámar best, tá ið fólk fáa ymiskt at síggja, tá tey koma á framsýning, og at allir málningarnir ikki líkjast. Bárður Jákupsson er í stórformi, nú hann sýnir fram á tveimum støðum í Havn í senn í hesum døgum. Seinastu 16 árini, síðan hann fór frá sum stjóri á Listasavni Føroya, hevur hann málað burturav, og hann hevur ongantíð verið meira virkin enn tað sama. Bárður Jákupsson hevur javnan myndaframsýningar uttanlands, men nú helt hann tíðina vera komna at hava eina størri myndasýning í Havn. Hon bleiv so stór, at tvey høli máttu til. Á aðru hædd í grøna bygninginum hjá skipasmiðjuni MEST eru størri og smærri oljumálningar, og í Steinprenti á Skálatrøð eru vatnlitamyndir. Opið er í Listahøllini á Skipaskiðjuni hjá Mest fríggjadag, leygardag og sunnudag klokkan 14 18. Í Steinprenti er opið sum vanligt allar dagar. Hetta er komið fram í sambandi við bókina Befrielsens Øjeblik , sum snýr seg um politisku hugleiðingarnar hjá forsætisráðharranum seinastu tíðina, og sum í loyndum er skrivað og nú útgivin. Men fyri at danir skulu fáa eina samgongu við danska javnaðarflokkinum og vinstra, so skal danski javnaðarflokkurin vera við uppá hugskotið, og tað sær kanska ikki so bjart út í løtuni. Seinast teir báðir flokkarnir vóru í samgongu, var fyri 40 árum síðani, í 1978. Tá var tað Anker Jørgensen, í danska javnaðarflokkinum, sum var forsætisráðharri. Og tað var so avgjørt ikki væleydnað, sigur Thorsten Borring Olesen, sum er professari og søgufrøðingur á universitetinum í Aarhus. Tó eru summar meira jaligar røddir. Borgarstjórin í Esbjerg kommunu, Jesper Frost Rasmussen, sum er sosialdemokratur, sigur millum annað, at fyrimunurin við samstarvinum er, at flokkarnir kunnu fáa fleiri stórmál samtykt. Kvinnuhúsið hevur havt plásstrot orsaka av, at kvinnur hava havt trupult við at finna bústaðir, tá tær skulu út aftur. Tískil høvdu tey ikki pláss at taka ímóti nýggjum kvinnum. Men tað er rættiliga skjótt, at ein fløskuhálsur kemur í aftur, um eingin skipan er, sum tryggjar kvinunum bústað í hinum endanum, sigur Elin Reinert Planck. SoundCloud hip hop er nýggjasta skotið á hip hop stammuni. Ein lo fi rørsla, ið varð navngivin í 2017 og bygdi á reingjaðan bass og ópolerað ljóð. Lo fi merkir, at tað ikki verður lagt so nógv orka í framleiðsluna og upptøkuna av tónleikinum. Tað gevur ein heilt serliga stíl, men lo fi ger eisini, at tónlistafólkini ikki hava fyri neyðuni at verið knýtt at plátufeløgum ella at hava atgongd til mest framkomnu upptøku útgerðina, fyri at geva út og gera seg galdandi. Tað sigur Svein Rógvi Nielsen Ljósstein, sum saman við konuni stendur á odda fyri átakinum 4 plastik um dagin , sum eftir fýra døgum hevur fingið omanfyri 3000 limir á Facebook. Hvør er politikkarin og hvør er politikkurin Vit fregnast miðskeiðis í sendingini, tá Politiski tímin verður á skránni, tí tá vitjar Arnfinn á Birtuni, ið umboðar Framtakið fyri rættinum at velja kannabis, um runda borðið. Vit tosa við Arnfinn á Birtuni um persónin og politikkin, samstundis sum hann eisini fær nakrar øðrvísi spurningar og avbjóðingar. Í morgin, Dýra Biðidag, verður árliga Musikstevnan hildin í Norðurlandahúsinum. Vit fara at fregnast, tá Heini Nygaard og Høgni Reinert Hansen frá GHM koma á gátt. Hóskvøldið 9. mai løgdu hjúnini Anna og Óli Rubeksen fram bókinina Tá ókunnufólk kom á leið Heimablíðni . Vit vóru á Velbastað, har vit hittu vertsparið Onnu og Óla Rubeksen, grafikaran Sonju Kjølbro, professaran Jóan Paula Joensen, antropologin Onniku Isfeldt, og sniðgevan Katrinu í Geil. Tú kanst hoyra sendingina her Bergholið verður 2.200 metrar langt og átta metrar breitt. Afturat bergholinum skulu 200 metrar av vegi gerast húsavíkarmegin, 100 metrar av vegi dalsmegin, og tríggir kilometrar av verandi vegi skulu breiðkast. Á SEV verða fleiri møguleikar umhugsaðir, sigur Hákun Djurhuus. Ein er at leggja kaðal um Suðuroyarfjørð, ein annar er pumpu og goymsluskipanin ella at gera bæði. Men fyrireikingarnar hava verið í gongd leingi, og fyri løtu síðani løgdu fleiri føroysk træ seglskip frá bryggju í Bursatanga, har fráfaringarsamkomna júst hevur verið. Vit eru í einum politiskum valári, og formenninir í politisku flokkunum hava allir vitjað Nón til eitt prát um politikaran og politikkin. Tey arbeiða á víðagitnum pallum og samstarva við heimselituna. Vit hitta fýra norsk listafólk, sum hava tikið stigið, hava havt viðgongd og eru nú kend víða um. Í kvøld Kygo, tónleikadrongurin úr Bergen, sum er á hittlistum og festivalpallum víða um heim. Veitarar, sum koyra bílagdan matstovumat heim fyri fólk, gerast fleiri og fleiri. Sanne Olsson hyggur nærri at eini av heimasíðunum, sum kundar finnast at, tí teir bíleggja og gjalda við app, og í ávísum førum kemur maturin ikki fram. Kann kropsmálið tryggja tær dreymastarvið Karl Andreas er við í eini roynd. Kann hann stýra óttanum og verða tryggur til starvssamrøðuna, um hann arbeiðir við kropsmálinum 45.699 tons eru sett av til uppboðssølu í ár, 10.596 tons til menningarkvotur, 3.700 tons eru sett av til vinnuligar royndir og 300 tons til hjáveiðu av norðhavssild í føroyskum sjógvi hjá føroyskum skipum, sum royna eftir uppsjávarfiski. Í fjør var vøksturin 21 prosent samanborið við 2017. Arbeiðs og brunaeftirlitið fekk í fjør 216 fráboðanir um arbeiðsóhapp. Í 2017 var talið 178. Flestu menninir, sum vóru fyri arbeiðsóhappi í fjør, fingu skaða í fiskiídnaðinum á landi, í byggivinnuni og jarnídnaðinum. Flestu kvinnurnar fingu skaða í vinnugreinunum heilsa og røkt og í fiskiídnaðinum á landi. Sambært lógini um arbeiðsumhvørvi er tað eitt arbeiðsóhapp, tá tann, sum arbeiðir fyri arbeiðsgevara, fær skaða, sum ger, at hann ella hon er óarbeiðsfør í ein ella fleiri dagar umframt sjálvan dagin, tá óhappið hendir. Tá oljuprísurin lækkaði nógv fyri nøkrum árum síðani, var kreppa í Nigeria, og tað hevði við sær, at virkið ikki slapp av við turkaðu høvdini. Føroyar, Noreg og ES, sum eru samd um makrelbýtið, hava givið sær góð 650.000 tons í ár, hóast tilmælið hjá ICES tá var 318.000 tons. Í nógv ár hevur makrelveiðan verið nógv størri enn ICES hevur mælt til, so makrelur úr átta londum í landsnyrðings partinum av Atlansthavinum mistu MSC góðkenningina fyri fyrst í mars í ár. MSC stemplið ger, at meira fæst fyri makrelin. Men tá øll londini missa stemplið, ger tað minni mun og er ikki kappingaravlagandi. Sandoyartunnilin hevur nú fingið umhvørvisgóðkenning frá Umhvørvisstovuni. Góðkenningin kann kærast til landsstýriskvinnuni í umhvørvismálum, Sirið Stenberg, í seinasta lagi 7. juni. Tey kunnu kæra, sum avgerðin um umhvøvisgóðkenning hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri, sigur Umhvørvisstovan. P F Eystur og Sandoyartunlar, sum hevur nú hevur fingið umhvørvisgóðkennning, skal gera undirsjóvartunnil millum Suðurstreymoy og Sandoy. Tunnilin verður 10,8 kilometrar langur. Mesta dýpið er 155 metrar undir sjóvarmálanum, og eins og í Eysturoyartunlinum verður mesta hallið fimm prosent. Endamálið við umhvørvisgóðkenningini, sum nú er latin, er at fyribyrgja og avmarka dálking av náttúru og umhvørvi og ampar, sum kunnu standast av arbeiðinum. Hagtølini vísa ein greiðan samanhang millum málrættaðu eftirlitsvitjanirnar og batar í arbeiðsumhvørvinum, sigur Arbeiðs og brunaeftirlitið. Arbeiðs og brunaeftirlitið tók regluligu brunaeftirlitini upp aftur í 2018, eftir at hava fyrireikað tey síðan samanleggingina í 2017. Onnur tyrlan hjá Atlantic Airways var seinnapartin eftir einum skaddum manni, sum var við sluppunganum Brimnesi á veg til Danmarkar at hátíðarhalda 100 ára dagin hjá Merkinum. Tí hevur einki stórt átak verið á skránni, sum til dømis Sheep View og Faroe Islands Translate, sum hava verið nógv umrødd í miðlunum undanfarin ár. Vøksturin í ferðavinnuni heldur fram, og alt bendir á, at málið um at tvífalda umsetningin í ferðavinnuni næsta ár, verður rokkið, sigur Visit Faroe Islands. Í nevndini fyri Visit Faroe Islands sita Johannes Jensen, formaður, Bjørgfríð Ludvig, Rúni V. Poulsen, Jóhanna á Bergi, Sakaris Frederiksen, Elin Heðinsdóttir, Noomi K. Rasmussen og Oyvindur av Skarði. Samráðingarnar millum stjórnina og andstøðuna í Venesuela, sum hava verið í Noregi hesa vikuna, eru ein roynd at fáa frið í lag, sigur forsetin í Venesuela, Nicolas Maduro. Norska uttanríkisráðið, sum hevur drúgvar royndir at royna semju í altjóða kreppum, upplýsti í gjár, at samráðingarnar eru á kanningarstigi, sum tikið verður til. Samráðingarnar eru tekin um eina nýggja tilgongd í kreppuni í Venesuela, har støðan hevur verið sera spent millum stjórnina og andstøðuna í fleiri mánaðir. Á fundinum í Oslo vóru bæði umboð fyri andstøðuna og ráðgevarar hjá Juan Guaidó, sum hevur tilnevnt seg sjálvan fyribilsforseta í Venesuela, og umboð fyri stjórnina hjá Maduro. Maduro, forseti, sigur, at umboð fyri stjórnina fóru til Noregs í eini roynd at kanna møguleikarnar fyri samskifti við andstøðuna, og at fáa frið í lag. Pia Kjærsgaard sigur, at politiska støðan í Danmark er óstøðug, og tí er neyðugt at leggja allan taktikk og ósemjur til viks og finna eina politiska loysn, sum er tann besta fyri landið. Tað einasta rætta er, at vit tríggir flokkarnir skipa eina meirilutastjórn eftir valið. Tað er tað besta at gera í løtuni. Viðurskiftini høvdu verið støðugari, og vit kunnu fáa nógv á skaftið, sigur Pia Kjærsgaard við Berlingske. Pia Kjærsgaard, sum er fyrrverandi forkvinna í Danska fólkaflokkinum, sigur, at ruðuleiki valdar, tí flokkarnir, sum eru ytst á hvørjum veingi, seta so stór krøv. Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, nevndi fyrr í vikuni møguleikan fyri, at Vinstri og Javnaðarflokkurin skipa stjórn eftir valið. Hon heldur fast um ætlan sína um, at Javnaðarflokkurin skal skipa stjórn einsamallur eftir valið og samstarva við báðar veingir í fólkatinginum. Pia Kjærgaard vísir ikki aftur, at Danski fólkaflokkurin kann taka undir við, at Vinstri og Javnaðarflokkurin skipa samgongu, men hon heldur, at radikali flokkurin fer at fáa ov stóra ávirkan á útlendingapolitikkin. Tað var ikki semja í panelinum í morgun. Hvørki tá tað snúði seg um teir báðar spurningarnar um pápan, sum drekkur ov nógv, ella tá tað snúði seg um mannin, sum fyri kortum er komin eftir, at hann er samkyndur. Og heldur ikki, tá tvístøðan var á lofti, har ein persónur hevði vunnið eina hálva millión krónur, sum hann ætlaði at brúka uppá seg sjálvan heldur enn alla familjuna. Tey vóru tó samd, tá ein sms spurningur kom um starvsfelagan á røktarheimi, sum var vinarlig móti teimum avvarðandi og teimum, sum eru klár í høvdinum, meðan viðkomandi fór illa við teimum, sum eru óklár og teimum, sum ikki eru við síni fullu fimm. Í panelinum í morgun vóru Høgni Heinesen, Durita Nolsøe og Kitty May Ellefsen. Øssur Egholm var teknikari og í útvarpsstovuni var Sveinur Tróndarson. Tá landsstýrið kunngjørdi bústaðarpakkan í desember, var eitt av átøkunum ein bráðfeingislisti til tey, sum eru í bráðfeingis bústaðarneyð. Leiðarin í Kvinnuhúsinum vísti fyrr í vikuni á trupulleikan av, at eingin hevur ábyrgd av at hýsa teimum, sum mangla ein bústað, og hetta hevur fyrr havt við sær, at Kvinnuhúsið hevur verið fult. Á videoupptøkum, sum miðlarnir kunngera, bjóðar Strache eftir øllum at døma einum russiskum ríkmanni almennar sáttmálar aftur fyri politiskan stuðul. Upptøkan vísir, at Strache hevur fund við annan politikara í Frælsisflokkinum og eina kvinnu, sum Reuters sigur lokkaði hann í felluna. Strache sigur við kvinnuna, sum sigur seg vera í ætt við russiska ríkmannin, at hann kann senda byggisáttmálar víðari til eina fyritøku, um Frælsisflokkurin fær stuðul afturfyri. Upptøkan skal verða gjørd á sponsku frítíðaroynni Ibiza í juli í 2017, fáar mánaðir fyri valið, sum endaði við, at konservtivi flokkurin og Frælsisflokkurin skipaðu samgongu. Keldan, sum hevur latið týsku miðlunum videoupptøkurnar, vil vera ónevnd, men Der Spiegel og blaðið Su ddeutsche vita, hvør keldan er. Tað hevur vakt ans í politiska landslagnum í Danmark, at Pia Kjærsgaard, fyrrverandi forkvinna í Danska fólkaflokkinum, hevur skotið upp, at Danski fólkaflokkurin, Vinstri og Javnaðarflokkurin skipa eina meirilutastjórn í Danmark eftir fólkatingsvalið 5.juni. Hon ætlar, at Javnaðarflokkurin skal skipa stjórn einsamallur eftir valið og tingast við báðar politisku veingirnar í fólkatinginum. Pia Kjærsgaard sigur, at tað er neyðugt at skipa eina meirilutastjórn eftir valið, tí politiskur ótryggleiki valdar í Danmark, nú flokkarnir báðumegin miðjuna seta so stór krøv. At ein bráðfeingislisti er á gáttini er gott, men hetta átti at verið avgreitt fyri langari tíð síðani, sigur Elin Hentze úr áhugafelagsskapinum Búgva, sum arbeiðir fyri fjølbroyttari bústaðarmøguleikum í Føroyum. Landsstýriskvinnan í almannamálum, Eyðgunn Samuelsen, segði við útvarpið á middegi, at bráðfeingislistin, sum er partur av bústaðarpakkanum, er á gáttinin. Men tað er ikki nóg gott, at fólk skulu bíða so leingi, sigur Elin Hentze. Val er útskrivað í Eysturríki, og hetta kemst av, at varakanslarin í stjórnini hevur lagt frá sær. Hetta gjørdi hann, tí hann varð avdúkaður fyri mutur. Strache kom í politiskt ódnarveður, eftir at týsku bløðini, Der Spiegel og Suddeutsche Zeitung, í gjár almannakunngjørdu videoupptøkur, har Strache eftir øllum at døma bjóðar einum russiskum ríkmanni almennar sáttmálar aftur fyri politiskan stuðul. Sebastian Kurz, kanslari í Eysturríki, segði tískil, at tað er umráðandi at fáa greið boð frá veljarum, um hvør skal leiða landið víðari. Patrick de Neergaard, prestur, prædikaði, Martin Andreasen var deknur, við orglið sat Martin Restorff Jacobsen og klokkari var Mikkjal á Løðhamri. Tøkningur í kirkjuni var Bjarni Johansen. Tað er kanska undranarvert, at reyði blokkur liggur til at vinna, tá útlendingapolitikkur fyllir so nógv. Tí útlendisgapolitikkurin fylti nógv til seinasta val, sum blái blokkur í stóran mun vann upp á. Men orsøkin er helst greiði politikkurin hjá danska javnaðarflokkinum, sigur Kaj Joensen. Umframt danska javnaðarflokkin eru teir smái flokkarnir eisini væl við. Stram kurs flokkurin hjá rasmus Paludan og Nye borgerlige høvdu báðir fingð nakrar fólkatingssessir sambært veljarakanningunum. Og tað er ivaleyst tann harði retorikkurin, sum flytir teir báðar flokkarnir framá. Spreingingin var vend einum ferðafólkabussi við 25 ferðafólkum tætt við pyramidurnar, sum eru eitt sindur uttan fyri egyptiska høvuðsstaðin, Kairo. Av teimum 17, sum eru særd, eru fleiri av teimum útlendingar, siga egyptiskir myndugleikar, og leggja aftrat, at talan er um eina bumbu, sum varð løgd á vegin, har bussurin við ferðafólki koyrdi. Í desember mánað í fjør lótu trý fólk lív í Egyptalandi orsaka av líknandi bumbu, og sostatt hava fleiri ferðafólkaskrivstovur avlýst ferðir í Kairo. Í hesum døgum skriva túsundatals kvinnur hashtaggið youknowme á sosialu miðlunum Hetta gera tær fyri at mótmæla, at fleiri amerikonsk stakríkir hava hert fosturtøkulóggávuna. Í vikuni samtykti stakríki Alabama eina lóg um at bannað fosturtøku við undantaki um lívið hjá kvinnuni er í vanda. Samanlagt hava átta stakríki samtykt strangari fosturtøku lóggávu, og hetta er gjørt við tí fyri eygað at fáa hægsta rætt í USA at kolldøma landsdekkandi rættin til fosturtøku. Kvinnur kring heimin mótmæla, og hetta er á sama hátt sum við fyribrigdinum hashtag me too sum eisini fór fram við einum hashtaggið sosialu miðlunum. Mótmæli á sosialu miðlunum ger meiri um seg, tí tað hevur skjótari virkna í mun til at fara út á gøturnar at mótmæla, heldur Eyðbjørt Skylv Midjord er miðla og samskiftisfrøðingur. Tað eydnaðist tó KÍ at minka um munin beint fyri hálvleik. Í seinna hálvleiki økti HB til 4 1, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið. Hóast EB Streymur svaraði aftur eftir fyrsta NSÍ málið, so megnaðu teir ikki at fylgja við runavíkingum, sum eyðmýktu sundalagsmenn í 90 minuttir. Argjamenn løgdu seg á odda tíðliga í dystinum, men TB svaraði aftur í tveimum umførum tá Lus Michael Jeggo skoraði tvey mál áðrenn hálvleik. Tað, sá leingi út sum, at TB fór at fáa trý stig við sær suður, men í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat, fekk AB tað útjavnandi málið. HB KÍ 4 1 3 1 28 minuttir Dan í Soylu 1 0 33 minuttir Adrian Justinussen 2 0 36 minuttir Ari Mohr Olsen 3 0 43 minuttir Jóannes Bjartalíð 3 1 77 minuttir Dan í Soylu 4 1 EB Streymur NSÍ 1 8 1 5 1 minuttir Klæmin Andrasson Olsen 0 1 2 minuttir Steffan Løkin 1 1 9 minuttir Klæmint Andrasson Olsen 1 2 29 minuttir Klæmint Andrasson Olsen 1 3 37 minuttir Klæmint Andrasson Olsen 1 4 40 minuttir Jann Benjaminsen 1 5 52 minuttir Klæmint Andrasson Olsen 1 6 70 minuttir Pól Jóhannus Justinussen 1 7 82 minuttir Magnus Hendriksson Olsen 1 8 Hetta merkir, at tær 2,5 milliardirnar kring heimin, sum hava eina Huawei telefon verða avmarkað í mun til Google appir á telefonini. Millum annað fáa tey, sum hava Huawei telefon, ikki atgongd til til dømis Google Play Store, YouTube og Gmail. Hetta skrivar dr.dk. Avmarkingin kemur í kjalarvørrinum á, at Donald Trump hósdagin gjørdi av, at amerikanskr fyritøkur ikki sleppa at brúka teleútgerð, sum er framleidd av kinesisku risafyritøkuni. Orsøkin til avgerðina er, at hann metir, at fíggindar hjá USA hava atgongd til innanhýsis samskifti í USA. Hetta er ein stórur missur fyri Huawei, sum hevur stóran marknað í USA. Samanlagt hava átta stakríki samtykt strangari fosturtøku lóggávu, og hetta er gjørt við tí fyri eygað at fáa hægsta rætt í USA at kolldøma landsdekkandi rættin til fosturtøku. Kvinnur kring heimin mótmæla, og hetta er á sama hátt sum við fyribrigdinum hashtag me too sum eisini fór fram við einum hashtaggið sosialu miðlunum. Mótmæli á sosialu miðlunum ger meiri um seg, tí tað hevur skjótari virkna í mun til at fara út á gøturnar at mótmæla, heldur Eyðbjørt Skylv Midjord, sum er miðla og samskiftisfrøðingur. Hann er seyðahundavenjari í Wales og venur hundar, sum eitt nú luttaka í stórum, altjóða seyðahundakappingum. Onkrir av hundunum, hann venur, verða eisini seldir til Føroya. Mín avbjóðing sum seyðahundavenjari er at blíva vinurin hjá hundinum so skjótt sum til ber, tí hundurin arbeiðir betur og vil arbeiða fyri teg, um hann følir, at tit eru vinir, greiðir Tóki Berg Mikkelsen frá. Tóki Berg Mikkelsen venur hundar hvønn dag frá klokkan átta á morgni til umleið klokkan 16 seinnapart. Vanliga klárar hann at venja upp í tríggjar hundar um tíman. Border Collie er eitt gott seyðahundaslag, tí teir hava ein ávísan stíl, tá teir reka seyð. Mann plagar at siga, at teir hava tað, mann rópar eyga. Teir stara seyðin niður og klára soleiðis at trýsta og flyta hann, sigur Tóki Berg Mikkelsen. Torbjørn Sørensen starvaðist hjá Balslev frá 1948 til 1969, tá hann saman við Kartna Winther og Poul Michelsen yvirtók kolonialdeildina, meðan Balslev helt fram við timburdeildini. Sum hálv vaksin var hann skóti og lærdi at spæla violin í Tórshavnar Musikkskúla. Balslev provianteraði skip og útróðrarbátar og seldi fiskireiðskap av ymsum slag. Torbjørn keypti eina trøð við Hoydalsvegin, har hann og Aim e bygdu. Seinni fluttu tey í hús Yviri við Strond. Torbirni hevur dámað væl á sjónum og saman við brøðrum var hann fleiri uttanlandsferðir við deksbátinum Fram. Hjúnini Eyðbjørg og Albert Abrahamsen hava í 12 ár stuðlað eini gentu í Senegal, og herfyri hendi tað serstaka, at Albert fekk høvið at hitta gentuna, sum nú er 15 ára gomul. Albert minnist, at hann alt fyri eitt kendi gentuna aftur, tá tey hittust á skúlanum. Tey hava javnan fingið myndir sendandi úr Senegal. Fyri fyrstu ferð fylgja vit einasta sjúkrahúsimaminum í Danmark, Naveed Baig, tá hann hjálpir, uggar og stuðlar sjúk og avvarðandi muslimár í lívsins svárastu løtum. Ebba Hentze skrivaði í sínum testamenti at Eftir mín deyð skal Listasavn Føroya arva málningar og onnur myndlistaverk, sum eftir meg eru. Annað, sum er eftir meg, herundir pengar, bøkur og allar aðrar ognir, skal Rithøvundafelag Føroya arva at nýta til stuðul til ungar rithøvundar, ið hava sýnt serligar gávur. Somuleiðis skal Rithøvundafelag Føroya til sama endamál arva øll rættindi míni sum rithøvundur, herundir framtíðar inntøkur frá danska bókasavnsgrunninum. Við hesum í huga setti nevndin í Rithøvundafelagnum 26. november 2017 á stovn Ebbu virðislønina við at seta góðar 570.000 krónur á kontu. Ákæruvaldið skal nú kanna, um ákæra og endurgjaldskrav skal reisast ímóti ábyrgdarfólkum á Landsverki, eftir byggigølurnar á Glasi og á H bygninginum á Landssjúkrahúsinum. Tað boðar Samferðslumálaráðið frá í tíðindaskrivi fyri løtu síðani. Eftir at tað er komið undan kavi í sambandi við H bygningin hjá Landssjúkrahúsinum, at bundin peningur er brúktur til onnur endamál, enn hann varð játtaður til, heitti Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, á Jógvan Páll Lassen, advokat, um at hyggja nærri at umstøðunum í sambandi við Glasir og H bygningin. Niðurstøðan hjá advokatinum er greið. Hann mælir landsstýrismanninum í samferðslumálum til at heita á ákæruvaldið um at kanna, bæði viðvíkjandi Glasi og H bygninginum, um grundarlag er fyri at reisa ákæru, og samstundis at kanna, um møguleiki er fyri at reisa endurgjaldskrav móti viðkomandi persónum á Landsverki. Leikluturin hjá Landsverki í hesum báðum byggiverkætlanunum hevur higartil í besta føri verið ivasamur. Tað er álvarsamt, at bundin peningur er brúktur til onnur endamál, enn hann varð játtaður til. Eg haldi ikki, at vit politikkarar skulu sita hendur í favn og góðtaka, at slíkt fer fram. Vit kunnu ikki áhaldandi lata alt um okkum ganga, tí tá ið avtornar verður tað føroyski skattgjaldarin, sum verður noyddur at rinda meirkostnaðin í sambandi við báðar verkætlanirnar, sigur Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum. Nú ákæruvaldið hevur fingið málið, hevur Heðin Mortensen, landsstýrismaðurin í samferðslumálum, ikki fleiri viðmerkingar til málið. Uppskotið kom á onkra heimasíðu, men tað var ikki ætlanin, tí uppskotið er ikki liðugt enn, frættist úr Heilsu og innlendismálaráðnum. Arbeiðsbólkurin hevur nú gjørt eitt ávegis uppskot, sum er sent áhugapørtum til ummælis. Freistin at gera viðmerkingar um uppskotið er 31. mai. Tá viðmerkingarnar hjá áhugapørtunum eru viðgjørdar, verður uppskotið latið landsstýriskvinnuni. Síðani verður endurskoðaði veðurlagspolitikkurin viðgjørdur politiskt. Áhugapartarnir eru millum annað Vinnuhúsið, Reiðarafelagið, SEV, Ringrás, Náttúru og umhvørvisfelagið og politisku ungdómsfeløgini. Í ávegis uppskotinum um veðurlagspolitikk verður ásannað, at vit røkka ikki málinum í galdandi veðurlagspolitikki, sum kom í 2009. Løgtingið samtykti einmælt í 2009, at Føroyar frá 2010 til 2020 skuldu minka útlátið í minsta lagi 20 prosent samanborið við útlátið, sum var í 2005. Men nú er staðfest, at útlátið er níggju prosent størri enn tað var í 2005. Føroyar hava eisini bundið seg til at halda avtaluna um verðurlagspolitikk, sum varð gjørd í París í 2015. Hóast virkisøkið hjá Arbeiðs og brunaeftirlitinum er so stórt, at neyðugt er at raðfesta ávís øki fyri at fáa tøku orkuna at røkka so langt sum gjørligt, heldur Leivur Persson, stjórin, at við skilvísi kann virksemið hjá Arbeiðs og brunaeftirlitinum saktans víðkast enn meira. Eisini við at fleiri virkisøki verða løgd til stovnin at umsita. Tað byrjaði við fíggjarlógini fyri 2017, tá játtanin hjá Brunaeftirlitinum varð flutt undir høvuðskontuna hjá Arbeiðseftirlitinum. Samanleggingin varð veruleiki, tá løgtingið samtykti at broyta arbeiðsumhvørvis lógina soleiðis, at báðir eftirlitsmyndugleikarnir kundu leggjast saman. Broytingin varð samtykt í løgtinginum við 28 atkvøðum fyri og ongari ímóti, so talan var um eina samanlegging við greiðum politiskum stuðli, skrivar Leivur Persson í ársritinum. Ein avgerandi fortreyt fyri, at Arbeiðs og brunaeftirlitið áhaldandi er ein vælvirkandi og arbeiðsførur myndugleiki, er tann, at stovnurin hevur eina tíðarhóskandi fígging. Í fíggjarlógini fyri 2019 eru seks milliónir og 838.000 krónur til Arbeiðs og brunaeftirlitið. Játtanin er 249.000 krónur størri enn í fjør sambært fíggjarlógini, og 68 milliónir størri sambært stovninum sjálvum. 83 ára gamli Tórbjørn Joensen í Kollafirði hevur altíð verið á sjónum. Hann byrjaði um 1950 sum messudrongur á Baki hjá Jákupi á Trøðni. Síðani á sild við Norðlýsinum og í 1954 ein túr eystanfyri við Stella Argus. Tvey ár var Tórbjørn við íslendska Goðanesi, sum fiskaði væl. Tórbjørn var heima, tá Goðanes sigldi á Flesjarnar, og var við í bjargingini. Hann fekk kjans við nýbygda Gerpir, sum kom á Føroyar 14 dagar eftir vanlukkuna. Við honum var Torbjørn eisini í tvey ár, til hann fór við trolaranum Ísborg av Ísafirði. Í 1959 hitti hann Dóru av Akuroyri, sum hann giftist við. Í døgunum 6. til 10. juni fara tær til Aarhus á venjingarlegu, har millum annað tveir venjingardystir eru á skránni móti Sønderjyske og Viborg. Landsliðsvenjarin, Ágúst Jóhannsson, hevur úttikið sekstan spælarar til venjingarleguna. Ragnhild á Heygum VÍF málverji Annika Fríðheim Petersen H71 málverji Pernille Brandenborg Vendsyssel strika Bjarta O. Johansen Vendsyssel strika Ninna Johansen Aalborg HK høgri vongur Guðrið á Borg H71 høgri vongur Turið Arge Samuelsen Kyndil vinstri vongur Tóra Eliasen Stjørnan vinstri vongur Durita C. Jojic VÍF bakkur Lív S. Poulsen Ikast Herning bakkur Kristianna H. Joensen Skanderborg bakkur Marianna G. Eystberg Kyndil bakkur Marita Mortensen H71 bakkur Maria H. Weyhe H71 spælskipari Bára K. Hansen Kyndil spælskipari Súna K. Hansen Kyndil spælskipari Tey, sum tosað verður við í sendingini, eru Ejfinn Joensen, Jákup í Gerðinum, Uni Zachariasen, Hanus Zachariasen, Jógvan Durhuus, Árni Dam, Thurid Debess, Atli Klein Olsen, Sámal Bláhamar, Daniel Jacob Olsen Dallin , Ólavur á Heygum, Fróði Durhuus Biogassverkið stendur í gerð á Skarðshjalla. Verkið skal taka ímóti neytamykja frá bóndum, men eisini skarni frá smoltstøðum og súrløgu frá alivinnuni. Men seinastu tvey árini hevur parið fingið frið á Eiði, og tað fær hetta eisini í ár, um tað altso heldur seg í skinninum, lovar borgarstjórin í Eiðis Kommunu. Virðislønin er uppkallað eftir Ebbu Hentze, sálu, ið vildi lata sín arv til ungar rithøvundar, ið hava sýnt serliga gávur. Virðislønin er 25.000 kr og varð í ár latin Trygva Danielsen. Hetta er aðruferð at Ebba virðislønin verður latin. Beinur Bergsson var fyrsta unga listafólkið ið fekk virðislønina í 2018, fyri yrkingasavnið, Tann lítli drongurin og beinagrindin . Trygvi hevur sum ungur høvundi sýnt serstakar ritgávur. Harumframt hevur Trygvi við tónleiki sínum somuleiðis prógvað og víst í verki, at føroyska málið kann vera livandi og flótandi. At okkara mál ikki er stirvið og deytt, gamalt og slitið, men harafturímóti fult í nýggjari orku, orðingum, vendingum og møguleikum. Hóast Trygvi brýtur upp úr nýggjum í verkum sínum, peikar arbeiði hansara samstundis aftureftir á tann hátt, at vit sum njóta list hansara kenna aftur undanfarnar føroyskar og útlendskar høvundar og listafólk. Trygvi er samstundis ein kærkomin samfelagsviðmerkjari, ið við einum blandi av orðingum, humori, speisemi og forvitni hugleiður um og kemur við hvøssum atfinningum mótvegis tí samfelagi, vit liva í, og tí heimssamfelagi, vit eru partur av. Her er talan um politiskar og átrúnaðarligar viðmerkingar. Rætturin at liva og virka, sum ein hevur hug til, eisini verður viðgjørdur og kravdur. Listin, Trygvi skapar, er kærkomin samtíðarlist. Hon er ein gáva til okkum, sum liva og anda í dag, men verður uttan iva eisini ein kærkomin dýrgripur hjá teimum, ið koma aftaná Trygva Danielsen, har tey fáa eitt innlit í, hvussu Føroyar og heimurin sá út, tá verkini vórðu skrivað. 1969 var eins og flestu árini í 60unum eitt hamrandi sterkt ár tónlistarliga. Í sendingini hoyra vit tónleik við eitt nú The Rolling Stones, The Beatles, The Band, Niel Yong, Johnny Cash og Elvist. Heilsu og innlendismálaráðið hevur fingið at vita frá Landsverki, at H bygningurin fer at kosta 51 milliónir krónur meira, enn játtað er á verklagslógini. Í vár metti Landsverk, at bygningurin fór at kosta 43 milliónir meira enn mett. Politiska skipanin noyðist nú at taka støðu til málið, segði Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu og innlendismálum, í samrøðu við útvarpið mánakvøldið. Greinin heldur fram niðanfyri. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu og innlendismálum, sigur, at samskifti er við fíggjarmálaráðið um málið, men hon viðgongur, at tað verður ikki sum at siga tað at játta meiri pening nú, tí løgtingið farið í summarfrí. Tilmælini, sum landsgrannskoðanin vísti á, ikki eru fylgd í sambandi við byggingina av skúladeplinum í Marknagili, eru heldur ikki fylgd í sambandi við H bygningin á Landssjúkrahúsinum. Tí er bygningurin dýrkaður uppaftur meira, sigur Sirið Stenberg. H bygningurin á Landssjúkrahúsinum fer at kosta 51 milliónir krónur meira, enn játtað er á verklagslógni, og politiska skipanin noyðist nú at taka støðu til málið, sigur landsstýriskvinnan í heilsumálum Politiska skipanin noyðist nú at taka støðu til, um meiri peningur skal játtast til at gera H bygningin á Landssjúkrahúsinum lidnan, sigur landsstýriskvinnan í heilsumálum Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu og innlendismálum, sigur, at samskifti er við fíggjarmálaráðið um málið, men hon viðgongur, at tað verður ikki sum at siga tað at játta meiri pening nú, tí løgtingið farið í summarfrí. Heilsu og innlendismálaráðið hevur fingið at vita frá Landsverki, at H bygningurin fer at kosta 51 milliónir krónur meira, enn játtað er á verklagslógni. Í vár metti Landsverk, at bygningurin fór at kosta 43 milliónir meira enn mett. Sirið Stenberg sigur, at tilmælini, sum landsgrannskoðanin vísti á ikki eru fylgd í sambandi við byggingina av skúladeplinum í Marknagili, eru heldur ikki fylgd í sambandi við H bygningin á Landssjúkrahúsinum, og tí er bygningurin dýrkaður uppaftur meira. Hoyr meira í innslagnum her. Hetta var nakað av tí, sum Margret Mortensen, psykoterapeutur og parterapeutur, tosaði um, tá hon vitjaði í morgunsendingini. Eisini svaraði hon spurningum frá lurtarum. Mamma Helenu var ovurfegin, tá tann rebelski tannáringurin fór í turriklæði og gavst við rúsdrekka og veitslu. Í dag er tann danska gentan rættur muslimur og sjúkrarøktarfrøðingur í turriklæði. Men hvat liggur aftan fyri valið Tónleikaútflutningsstovan, sum á enskum eitur Faroe Music Export FMX , skal virka fyri at økja um útflutningin av føroyskum tónleiki og menna føroysku tónleikavinnuna í tøttum samstarvi við tónleikafyritøkur, tónleikarar og vinnugreinafeløg. Tónleikaútflutningsstovan er partur av føroysku vinnuframaskipanini, og Vinnuframi fer at hjálpa henni við bókhaldi og fyrisiting. Eysturkommuna bjóðaði seg tíðliga fram at hýsa Tónleikaútflutningsstovuni, og hon verður í Valhøll í Syðrugøtu, har sum G festivalurin eisini hevur heimstað. Landsstýrisfólkið í vinnumálum setur eitt fólk í stýrið og annars verður stýrið mannað eftir tilmæli frá Mentamálaráðnum, sum tilnevnir ein stýrislim, og frá tónleikavinnuni, sum tilnevnir tveir. Landsfelag pensjónista er nú eisini millum teirra, sum vilja hava løgtingið at koma saman aftur, hóast tingið fór í summarfrí 3. mai. Orsøkin er tingmálið um at banna mismuni og tryggja javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum. Uppskotið er millum tey nógvu, sum ikki komu aftur úr nevnd, tá løgtingsfólk fóru til hús. Upprunaliga segði uppskotið frá landsstýrinum, at fólk kundu sigast upp fyri aldur. Hesum mótmælti Landsfelagið, og seinni kom Heðin Mortensen, landsstýrismaður, so við broytingaruppskoti, har aldurin varð strikaður sum uppsagnargrund. Men málið kom ikki aftur úr Rættarnevndini. Landsfelag pensjónista sigur í sínari áheitan á politiska myndugleikan, at verður bíðað eftir løgtingsvali síðst í august, kann lang tíð ganga, áðrenn eitt tílíkt uppskot verður lagt fyri løgtingið aftur. Fakfelagssamstarvið á almenna arbeiðsmarknaðninum og Samtak hava eisini biðið løgtingið koma saman og avgreiða málið um arbeiðsmarknaðin. Eftir at hava kannað rættartrygdina hjá teimum, bað løgmaður í gjár aðalstjórarnar í Mentamálaráðnum og í Samferðslumálaráðnum um teirra viðmerkingar um niðurstøðuna hjá Landsgrannskoðanini um skúladepilin í Marknagili. Fyrra hálvfinalan endaði 1 1. Simen Sandmæl legði KÍ odda, tá 31 minuttir vóru spældir, men tá 49 minuttir vóru farnir javnaði Ari Mohr Olsen. Liðini møttust eisini sunnudagin í tíggjunda umfari í Betrideildini. HB vann greiðan 4 1 sigur, eftir at hava verið á odda 3 1 í hálvleikinum. Dysturin endaði við málleysum javnleiki. Føroyar útfluttu fiskavørur frá apríl í fjør til mars í ár fyri tilsamans sjey milliardir og 871 milliónir krónur, vísa tøl hjá Hagstovu Føroya. Virðið á toski, upsa og hýsu vaks 140 milliónir krónur, og útflutningsvirðið á makreli, sild og svartkjafti vaks 167 milliónir krónur. Hinvegin minkaði útflutningsvirðið á laksi 271 milliónir. Annar fiskur og fiskaúrdráttur minkaði 253 milliónir krónur í virði frá apríl í fjør til mars í ár. Minkaði útflutningsvirðið á fiski hetta tíðarskeiðið, vaks innflutningurin 743 milliónir krónur, upp í sjey milliardir og 780 milliónir krónur, ella tilsamans 11 prosent. Størsti vøksturin í innflutningstølunum er brennievni. Vit innfluttu brennievni fyri 344 milliónir krónur meira enn árið fyri, ella tilsamans eina milliard og 318 milliónir. Jógvan Páll Lassen, advokatur kom fram á so merkilig viðurskifti í sínari gjøgnumgongd av Landsverki, at hann ikki ivaðist í at mæla til at lata fútan kanna, um ábyrgdarpersónar á stovninum hava brotið revsilógina. Eg haldi, at tað er merkiligt, um tað ikki er revsiveret at bera seg at upp á henda mátan, sigur advokaturin Leiðandi ábyrgdarpersónar á Landsverki koma nú undir luppin hjá løgregluni. Byggigølurnar í Marknagili og á Landssjúkrahúsinum, sum eru farnar upp um 1,2 milliardir krónur tilsamans, og har meirútreiðslur higartil eru fyri 143 milliónir, avdúka so undarlig viðurskifti, at Jógvan Páll Lassen, advokatur, heldur, at talan er um revsiverd lógarbrot. Hetta tilmælið fekk í gjár Heðin Mortensen, landsstýrismann at heita á fútan um at kanna, um grundarlag er fyri at reisa ákæru og endurgjaldskrav móti persónum á Landsverki, sum hava havt ábyrgd av gølunum. Jógvan Páll Lassen, advokatur sigur, at Væl vitandi um veruligu umstøðurnar hava ábyrgdarpersónar á Landsverki sett til viks tær skyldur, sum hoyra tænastuni og starvinum til. Í seinstuni hevur arbeitt verið við at tetta lekar, sum helst stava frá rivum, sum ganga frá Flesjunum og norður ígjøgnum Tangafjørð. Hetta er ikki óvæntað út frá jarðfrøðiligu metingunum, sum vórðu gjørdar áðrenn arbeiðið uppá tunnilin byrjaði. Rundkoyring á Rókini Eysturoyarmegin, er sprongd liðug, og arbeiði at leggja leiðingar er byrjað, og heldur fram komandi vikurnar, skrivar Eysturoyartunnilin. Í tí mælir hann fútanum til at kanna, um grundarlag er fyri at reisa ákæru móti viðkomandi persónum í sambandi við meirnýtsluna á Glasir og Landssjúkrahúsinum. Ein kanning av náttúrfyribrigdinum við Leitisvatn er mett at kosta góðar 30.000 krónur Sørvágs Kommuna fer at viðgera málið á býráðsfundi um eina viku. Orsøkin til, at Vinnuhúsið nú heitir á Samferðslumálaráðið um at útseta útboðið, er óvissan um koyringina í Eysturoyartunlinum, sum eftir ætlan verður liðugur í desember í 2020. Fleiri fyritøkur, sum røkja busskoyring, hava vent sær til Vinnuhúsið í sambandi við útbjóðingina av koyringini hjá Bygdaleiðum, sum eftir ætlan skal koma í gildi í mai næsta ár, og verða galdandi í sjey ár. Vinnuhúsið sigur í áheitanini á landsstýrismannin í samferðslumálum, at tað tykist at vera óumhugsað, at koyringin hjá Bygdaleiðum er boðin út nú so stutt fyri, at koyrandi verður í Eysturoyartunnlinum. Eingin ivi er um, at tunnilin fer at hava stóra ávirkan á, hvat tørvurin verður á hvørjari leið, til dømis støddin á bussunum. Tað er sera trupult hjá fyritøkunum nú at leggja upp fyri broytta samferðslumynstrinum, sum tunnilin ivaleyst fer at elva til, sigur Vinnuhúsið. Mett verður eisini, at broytta samferðslumynstrið ávirkar, hvørjar íløgur hóska til koyringina fyri og eftir, at tunnilin er latin upp, sigur Vinnuhúsið. Vinnuhúsið heitir á Samferðslumálaráðið um at útseta útboðið av bygdaleiðum í umleið eitt ár, soleiðis at tað ber til at síggja, hvussu broytingin við Eysturoyartunlinum fer at ávirka tørvin hjá teimum ferðandi. Hetta hevði bøtt munandi um grundarlagið hjá bussfyritøkunum at geva eitt dygdargott tilboð, sigur Vinnuhúsið í áheitanini á Samferðslumálaráðið. 1 partur av søguni Seyðagrísinurin Babe Dick King Smith skrivaði og Jákup Sørensen týddi til føroyskt. Elin á Rógvi leggur til rættis. Í Snipp snapp eru teknifilmar, ið eru ætlaðir smáum børnum. Snipp snapp er hvørt mikukvøld og verður endursent hósdag og um vikuskiftið. Asta var 15 ára gomul, tá ið hon tók yvir kioskina eftir pápa sín. Tá ið hon fylti 18 ár, byrjaði Asta at standa í eyðkendu kioskini í Havn. Morgunsendingin fekk orðið á Astu, sum fekk skonkt fyrsta koppin av kaffi í nýggju kioskini, og nøkur fólk, sum hava góð minni frá kioskini hjá Astu. Er ein kvinna í øktum váða, so eru onnur tilboð. Tað eru kvinnur, sum eru eldri enn 35, hava arvaligar sjúkur í familjuni ella hava átt eitt sjúkt barn fyrr. Tað kann vera eina skanning tíðliga í viðgongutíðini, ein móðurkakuroynd, ein fosturvatnsroynd, ella ein NIP test, sum er ein blóðroynd frá mammuni. Vísir kanningin okkurt, so verður kvinnan fylgd væl restina av viðgongutíðini. Ofta fara kvinnurnar á Ríkissjúkrahúsið til fleiri kanningar, og har kunnu tær tosa við serlæknar í teimum ávísu sjúkunum og fáa lagt eina ætlan, sigur Ann Danielsen, serlækni í kvinnusjúkum. Stórt sæð allar kvinnur lata seg kanna í viku 18, og tað er ein stórur partur av kvinnum í vandabólkinum, sum velur at taka eina blóðroynd. Fosturdiagnostikkur kann hava nógvar etiskar spurningar við sær, og kvinnan ella parið kann koma í eina trupla støðu. Ein velur frítt, um ein vil hava eina fosturkanning, og ein kann koma at standa í einari tvístøðu, tí ein vil velja tað, sum er best fyri seg og fyri barnið. Nøkur velja kanningina frá, men tey flestu vilja hava so nógva vitan sum møguligt, sigur Hildur við Høgadalsá, forkvinna í Etiska Ráðnum. Nýggjasta uppskotið hjá Theresu May, forsætisráðharra í Bretlandi, um brexit, fær kaldliga móttøku frá teimum, sum higartil hava atkvøtt ímóti avtaluni. Politiskir eygleiðarar siga, at uppskotið er lagað soleiðis til, at forsætisráðharrin væntar, at andstøðuflokkurin Labour kann taka undir við tí. Millum annað verður latið upp fyri møguleikanum at hava nýggja fólkaatkvøðu um brexit og eitt tættari handilssamstarv við ES, enn bretska stjórnin higartil hevur viljað. Corbyn sigur, at uppskotið er eitt uppkók, sum tann tekur til, av sjónarmiðum, sum stjórnin hevur havt í samráðingunum við Labour, ið slitnaðu í síðstu viku. Norðurírski stuðulsflokkurin hjá stjórnini, DUP, sigur, at eisini í hesum uppskotinum verða gjørd somu mistøk sum í hinum málunum, ið parlamentið hevur vrakað. Í døgunum 13. 21. mai hevur ein altjóða bólkur av universitetslesandi úr fimm ymiskum londum sitið við føroyskum avbjóðingum í sambandi við umlegging av føroysku orkuskipanini. Talan er um átakið International Community Energy Challenge, har fyritøkur og stovnar í Føroyum samstarva við fimm universitet um at menna hugskot til nýggjar loysnir fyri burðardygga orkuveiting á landi og á sjógvi. Universitetini, sum luttaka, eru Prince Edward Island University, Háskóli Íslands, Heriot Watt University, Høgskulen p Vestlandet og Fróðskaparsetur Føroya. Fyritøkur, stovnar og felagsskapir sum luttaka eru Bakkafrost, KJ Hydraulik, Strandfaraskip Landsins, Tórshavnar Kommuna, Nólsoyar Orkufelag og Orka á Umhvørvisdeildini. NORA og Hydrogen Learning Network stuðla átakinum. Tey lesandi hava hildið til í Sjóvinnuhúsinum, og verkætlanarleiðari var Anna Demeo frá Prince Edward Island University. Morgunsendingini hitti Katrina Dánjalsdóttir, sum lesur orkuverkfrøði á Setrinum, Onnu Demeo, og Arinze Onyabo, sum lesur Renewable Energy Development á Heriot Watt University á Orkey oyggjunum. Eftir samráðingar við Bústaðir hevur býráðið valt eina loysn, sum eitur 2.700 bygdar fermetrar. Í loysnini eru 34 íbúðir, sum eru 70 fermetrar í tveimum hæddum. Í august í fjør bjóðaði Tórshavnar kommuna samtøkum at vera við í undangóðkenning at byggja, fíggja og umsita íbúðir á Frúutrøð í Havn. Toymi, skipað við ráðgevum, byggivinnuni, íleggjarum og eisini fólkum ella fyritøkum, sum kunnu umsita leiguíbúðir, kundu søkja um undangóðkenning. Býráðið fer í annaðkvøld at taka støðu til, um kommunan skal játta 400.000 krónur til fyrireiking, so sum boriroyndir og kunnandi tilfar til grannarnar. Nú verður so ein roynd gjørd, so teir fólkapensjónistar, sum ikki eru førir fyri at gera reint, kunnu velja reingerð eina ferð aðru hvørja viku, ella eina ferð fjórðu hvørja viku, fyri 300 krónur hvørja ferð. Sambært stjóranum í tunlafelagnum, Teiti Samuelsen, skuldi grót spreingjast úr berginum oman fyri Gomlurætt at leggja sum brimgarð hjá vinnuøkinum. Og tað hevði blivið ov dýrt, tí útrokningar vísa, at bara 12 14 prosent av sprongda grótinum hevði blivið nóg stórt til brimgarðin, sigur Teitur Samuelsen. Teitur Samuelsen sigur, at grótið úr Sandoyartunlinum streymoyarmegin verður sum ætlanin nú er tyrvt oman fyri landsvegin millum Velbastað og Kirkjubø. Vit fleiri og styttri farleiðum gerast Føroyar bæði størri og smærri. Og við ársenda komandi ár verður Eysturoyartunnilin eisini partur av føroyska vegakervinum. Tey, sum røkja Bygdaleiðir, vilja hava Strandferðsluna og landsstýrið at útseta útbjóðingina í eitt ár, so greiði kann fáast á, hvussu koyringin verður skipað í framtíðini, og hvørjir bussar skulu nýtast. Tað er serliga koyringin norðanfjørðs, sum verður ávirkað av, at Eysturoyartunnilin letur upp í desember í 2020, tí ikki er greitt, hvussu koyringin tá verður skipað. Fólkaskúlarnir hava fingið áheitan um at brúka ein tíma í føroyskum um vikuna í fyrsta, øðrum og triðja flokki til at syngja saman við næmingunum. Myndugleikarnar skulu tryggja, at bygdafólkið ikki fær ampa av stóra ferðafólkastreyminum. Hesi átøkini eiga at verða raðfest fremri enn átøk at tekkjast ferðafólki. Tað var ein av niðurstøðunum á borgararfundinum í Kirkjubø, sum Visit Tórshavn skipaði fyri. Hoyr meira í innslagnum her. Ein meiriluti í bygdaráðnum atkvøddi ímóti at geva prinsipielt byggiloyvi til nýggja fjósið á Sandi. Fjósið verður ov tætt ánni og ov tætt meginvegnum, sigur meirilutin millum annað. Sambært gerðabókini frá býráðsfundinum 2. mai, hevur Landsverk upplýst, at tunnilsarbeiðið kann byrja um árskiftið 2020 2021, um politisk undirtøka er fyri málinum. Landsverk fer í næstum at senda málið til friðingarmyndugleikan, og tá skal Landsverk vísa á ætlan fyri, hvussu farið verður fram við avlopstilfari frá verkætlanini. Útrokningar vísa, at einir 430.000 rúmmetrar av gróti fáast úr báðum tunlum. Ymiskar verkætlanir hava verið umrøddar, og eisini ymisk støð, har grótið kann leggjast. Eitt nú umkoyringarvegurin undir Kjøli, at víðka bátahyling í Árnafirði, Grønhøvdi, byrgingin um Haraldssund og Norðhavnin, stendur í gerðarbókini. Danska løgreglan hevur skuldsett Region Sjælland og fleiri leiðandi starvsfólk fyri brot á revsilógina og autorisatiónslógina í sambandi við vantandi handfaring av sjúklingum, sum hava fingið ávising frá egnum lækna at fara til kanningar, tí illgruni er um brótskrabba. Løgreglan og læknafakligir serfrøðingar hava kannað journalir á Ringsted Sjúkrahúsinum hjá fleiri túsund kvinnum, sum eru kannaðar, og fleiri hundrað kvinnur eru kannaðar umaftur. Fyribils er staðfest, at 304 kvinnur hava fingið staðfest bróstkrabba eftir 1. januar 2013, og sum møguliga ikki hava fingið neyðugu kanningarnar, skrivar DR. Kvinnurnar vóru, eftir tilvísing frá egnum lækna, bara til mammografi á sjúkrahúsinum í Ringsted, hóast reglurnar siga, at lækni skal kannað, um knútar eru í bróstinum, og gera ultraljóðkanning, skrivar DR. AFP tíðindastovan sigur, at Greg Clark, orku og ídnaðarmálaráðharri, hevur roynt at fingið avtalu við Greybull Capital, sum eigur British Steel, um at tryggja raksturin, men tað miseydnaðist. Jeremy Corbyn, foraður í Arbeiðaraflokkinum, skeyt upp í gjár, at tað almenna eigur at yvirtaka British Steel, fyri at tryggja øll 25.000 arbeiðsplássini. Nógv bendi eisini á, at tað skuldi blíva úrslitið, tí tá bara ein minuttur var eftir av vanligu leiktíðini, var støðan framvegis 0 0. Í gjárkvøldið vann stuttfilmurin, Ikki illa meint, sum Andrias Høgenni hevur leikstjórnað, Canal heiðurslønina fyri stuttfilmar í Cannes. Andrias Høgenni er fegin um heiðurslønina, tí hon letur dyrnar upp fyri fígging til fleiri filmar. Hoyr samrøðuna, útvarpið gjørdi við hann í morgun, her. Soleiðis skrivaði Andrias Høgenni á Facebook í gjárkvøldið, tá tað var greitt, at hann hevði vunnið eina heiðursløn fyri stuttfilmin Ikki illa meint. Hetta er fyrstu ferð, at ein føroyskur filmur vinnur heiðursløn í Cannes. Stuttfilmurin Ikki illa meint vann eisini Geyta heiðurslønina í ár. AC Horsens endaði í niðaru helvt í bestu fótbóltsdeildini í Danmark. og hevur tí spælt fyri varðveita plássið í deildini komandi kappingarár. Hallur Hansson hevur verið fastur maður á liðnum, tá skaðar ikki hava darvað. Sum skilst eru Hallur Hansson og Horsens enn í samráðingum um nýggjan sáttmála. 2 partur av søguni Seyðagrísinurin Babe Dick King Smith skrivaði og Jákup Sørensen týddi til føroyskt. Elin á Rógvi leggur til rættis. Theresa May fer at boða frá avgerðini í Downing Street nummar 10 í morgin, sambært blaðnum , The Times. Tíðindini eru ikki váttað. Stórt trýst hevur verið á Theresu May seinastu dagarnar, og hon hevur fingið fleiri áheitanir um at leggja frá sær, nú bretar í dag fara til ES val, hóast teir eru á veg úr ES. Sambært blaðnum, The Times, hevur Theresa May mist stuðulin í tingbólkinum hjá flokkinum, og nú eisini í stóran mun stuðulin í stjórnini. Tí áttu føroyingar at sett í verk skipan við leigubýlisstuðli, eins og í Danmark. Tað sigur Elin Hentze í áhugafelagsskapinum Búgva. 50 og hvat so Nýggj dokumentarrøð fylgir fólki, sum standa við eitt vegamót mitt í lívinum. Hví hava rukkut andlit, um tú kanst fáa slætta húð við at fáa eina sproytu Helene er 51, men hon er púra avslappað og hevur tað gott við sínum ommuørmum og hangandi boppum. Tað kemur henni ikki til hugs at fáa nakað sproytað hvørki í rukkur ella bróst. Hetta er eitt evni, sum hevur mín stóra áhuga, bæði løgfrøðiliga og politiskt, sigur Bjørk Maria Kunoy millum annað í hesi samrøðuni. Fríggjadagin kemur út nýggj skaldsøga í Føroyum, og tað er enntá frá einum debutanti, Bjørk Mariu Kunoy, sum ongantíð áður hevur givið nakað út. Kjakið um eina føroyska grundlóg fór í høvuðsheitum fram millum politikarar, men tað kom ikki rættiliga út til fólkið. Ein stjórnarskipan ella grundlóg er tann lógin, sum setir karmarnar fyri, hvussu eitt samfelag grundleggjandi skal virka, men har var lítil áhugi millum fólk, og tað helt eg vera spell. Eg vóni, at tað, at eg skrivi eina slíka bók, kann vera við til at skapa ein áhuga, sigur Bjørk Maria Kunoy. Rusk kann eisini vera list. Í fyrra tímanum seta vit sjóneykuna á endurnýtslulist. Vit hitta listakvinnurnar Elina K. Jacobsen, Heidi Lindenskov Róadóttir og Jóruna Høgnesen. Og listaummælarin Kinna Poulsen umrøður endurnýtslulist sum fyribrigdi. Frits Johannesen lærari, yrkjari, málari og kórleiðari fyllir 75 ár í dag. Vit fara á gátt hjá Frits í Fuglafirði fyrst í seinna tímanum. Jenny Ljungberg arbeiðir sum eitt slag av sosialráðgeva, hon hevur uppskot um, hvat til ber at gera, um ein heldur, at vinfólk ella onnur hava trupulleikar, og sálarfrøðingurin Sven Erik Malmstrøm fortelur um tær kenslur, sum eru bæði hjá ofri og gerningsmanni, tá tað snýr seg um insest og um harðskap. Tíverri er tað ikki altíð so, men í nýggja faldaranum, sum FUR og ÍSF hava gjørt í samstarvi við ABC fyri sálarliga heilsu, fáast einfaldar loysnir og uppskot um, hvussu ein tryggjar ta góðu móttøkuna í sínum felagi ella felagsskapi. Faldarin vendir sær til limir, íðkarar og leiðarar í felagsskapum og til nevndarlimir, foreldur, venjarar, undirvísarar og hjálparfólk, tað er øll tey, sum møta nýggjum limum ella luttakarum í felagsskapinum. Tað er av stórum týdningi, at venjarar og leiðarar í felagsskapum taka væl í móti nevndarlimum, sigur Jarvin Feilberg Hansen, ÍSF ráðgevi. Faldarin kann skapa enn betri grundarlag fyri, at feløgini draga til sín og fasthalda nýggjar limir, leiðarar og aðra sjálvbodna hjálp, sum feløgini hava tørv á fyri, at kunna trívast og mennast. Hetta eru heilt lítil ting, sum kunnu gera munin, til dømis, at ein venjari leiðari fer til ein nýggjan lim og heilsar uppá og býður vælkomin, sigur Rói B. Poulsen frá Føroya ungdómsráði. Onkur, nakar og summi hava hvør sína merking, og tey verða brúkt á hvør sín hátt, hóast tey viðhvørt kunnu verða nýtt sum samheiti. Dømi 1. Er nakar her, sum hevur verið og ferðast í ár spurningur 2. Onkur man hava verið og ferðast í ár. staðfesting, onkur, men eingin ávísur 3. Summi ferðast á hvørjum ári. staðfesting, summi, nøkur ávís 4. Eingin hevur verið og ferðast enn. Dømi 1. Nøkur munnu hava verið og ferðast í ár. 2. Nøkur ferðast á hvørjum ári. 3. Ikki nakar hevur verið og ferðast enn. 4. Sást tú nakran har spurningur Jú, eg sá onkran. Heldur enn Eg sá nøkur Nei, eg sá ongan. Heldur enn Nei, eg sá ikki nakran. Klíggja fingið nýggjan týdning Orðið, gúlpa, fær eisini drúgva viðgerð í Málteiginum, tí orðið verður oftari og oftari brúkt, tá fólk tosa um pinkubørn. Á veg heim frá semestrinum í Sk ne steðga Petra og Anders at hyggja eftir eini gamlari brandstøð á sterlen. Tað verður kærleiki við fyrsta eygnakast. Ber tað til at byggja hana um til tað summarhúsið, tey leingi hava droymt um Verður rætturin ikki brúktur í ár, kann Vørn eftir 1. september geva øðrum rættin at fiska. Fiskimálaráðið hevur lýst kunngerðina um fiskiskap við Grønland í ár. Føroysk skip kunnu fiska 350 tons av toski, 325 tons av svartkalva og 100 tons av brosmu við við línu ella troli við Eysturgrønland. Í mesta lagi trý skip kunnu vera til fiskiskap í senn. Talan er um felags árskvotu. Føroyar eiga eisini 975 tons av toski og 375 tons av brosmu við Eysturgrønland á ár. Tey tonsini skulu fiskast við línu. Hesi tonsini fáa línuskip, sum hava rætt til fiskiloyvi í ár. Føroyar hava í fiskiveiðuavtaluni við ES fingið 110 tons av svartkalva við Eysturgrønland. Skip, sum høvdu rætt til at fiska av teirri kvotuni í fjør, sleppa at fiska í ár. Og so kunnu føroysk skip royndarfiska eftir krabba við Eysturgrønland. Krabbaveiðan kann í mesta lagi vera 500 tons. Føroyar eiga eisini 100 tons av svartkalva við Vesturgrønland. Fiskiskapurin er góður, skipini fáa millum 200 og 700 tons um dagin, upplýsir Vørn. Svartkjafturin er nú í bankarennuni, norðan fyri Føroya banka, á veg norðureftir. Føroysku skipini sleppa at landa uttanlands til 14. juni fyri at lætta um í Fuglafirði, har skipini annars landa. Seinastu 14 dagarnar hava trý føroysk skip landað í Danmark. Trý norsk linuskip eru undir Føroyum. Veststeinen boðaði frá í gjárkvøldið, at hann fer úr føroyskum sjógvi í ES sjógv. Hann hevði tá 340 tons. Tað mesta er longa, 230 tons. Barnagarðurin og skúlin í Kvívík skulu hitast við vatnorku í framtíðini. Kvívíkar kommuna ætlar at gera eitt minivatnorkuverk í bygdini fyri at sleppa undan oljuni. Kommunan hevur sett sær fyri at verða grøn, sigur borgarstjórin, Heri Múller. Kvívíkar kommuna brúkar 250.000 krónur um árið til olju at hita barnagarðin og skúlan. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, segði við útvarpið týsdagin, at hon júst hevði fingið at vita, at bygningurin er dýrkaður 51 milliónir. Men Heilsumálaráðið er eisini kunnað um, at nýggj krøv og ynskir, sum eru komin aftaná at byggingin byrjaði, kosta aðrar 27.7 milliónir krónur. Samlaða upphæddin, ið bygningurin í so fall dýrkar, er næstan 80 milliónir krónur. Talan er millum annað um eina nýggja og øðrvísi ljósskipan til bygningin, ið sambært byggileiðsluni er betri egnað til ein sjúkrahús bygning. Ljósskipanin er mett at kosta 12 milliónir meira. Og so er eisini ynski um at fáa eina nýggja tilkalli ella vaktarskipan, ið eisini dýrkar munandi um bygningin. Onnur krøv eru eisini. Bæði Landsverk og Sirið Stenberg vátta, at bygningurin kann dýrkar aðrar 27.7 milliónir aftrat teimum 51 milliónunum, sum higartil fráboðað. Sirið Stenberg er uttanlands og tað lá ikki fyri hjá henni at gera samrøðu í dag. Men hon higur, at tey fara at viðgera, um nevndu broytingar verða gjørdar. Málið hevur skund, tí tað er nú at leidningar og annað skulu dragast til eitt nú ljósskipanina. Verður avgerðin seinkað og neyðugt er at fara afturumaftur, kann væntast at tað verður enn dýrari. Sambært landsstýriskvinnuni, umfata tær 27.7 milliónirnar ikki einans alneyðugar meirútreiðslur, og tí skal ráðið fyrst viðgera spurnignin saman við byggileiðsluni hjá Landsverk. Men í síðsta enda er tað upp til løgtingið, um tað er sinnað at játta eykajáttan bæði tær 51 milliónirnar og tær 27.7 milliónirnar. Í apríl var vøksturin serliga stórur, meir enn 24 prosent, og talan var um tilsamans næstan 38.000 ferðandi. Men í mars minkaði talið við sløkum trimum prosentum, sammett við somu tíð í fjør. Ferðingin í mars og apríl er tengd at, nær páskirnar eru, og tí kann vera stórur munur á teimum báðum mánaðunum. Fyrstu fýra mánaðirnar í ár fóru ella komu 103.000 fólk um floghavnina, 10.700 fólk fleiri enn somu tíð í fjør, ið svarar til 11,6 prosent. Vága Floghavn er farin undir at betra um viðurskiftini í farstøðini. Umsitingin av bilaútleigan er flutt í gomlu farstøðina. Tað verður gjørt fyri at betra um plássið í nýggju farstøðini. Aðrar smávegis broytingar eru eisini gjørdar, upplýsir Vága Floghavn í tíðindaskrivi. Sambandsflokkurin verður stóri vinnarin á fólkatingsvalinum 5. juni og fær annað umboðið á fólkatingi. Tað vísir ein nýggj veljarakanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Kringvarp Føroya og Vágaportalin. Hitt føroyska umboðið á fólkatingi fær Javnaðarflokkurin, sum harvið varðveitir umboðanina. Harvið missir Tjóðveldi sítt umboð í fólkatinginum. Sambært veljarakanningini, sum Gallup hevur gjørt, fær Sambandsflokkurin 28,8 prosent av atkvøðunum. Hetta er ein framgongd upp á heili 5,3 prosent í mun til valið í 2015. Javnaðarflokkurin fær 24,3 prosent av atkvøðunum, sum er neyvt tað sama atkvøðuprosentið sum við seinasta val. Tjóðveldi fær 21,6 prosent av atkvøðunum, afturgongdin er 2,9 prosent. Hin stóri flokkurin, Fólkaflokkurin, megnar sambært veljarakanningini ikki rættiliga at bjóða av í stríðnum um fólkatingssessirnar. Fólkaflokkurin fær 18,6 prosent av atkvøðunum sambært kanningini. Teir báðir smærru flokkarnir, ið stilla upp til fólkatingsvalið, Framsókn og Sjálvstýri, fáa ávikavist 4,1 og 2,6 prosent av atkvøðunum. Hjá báðum flokkunum er talan um eina framgongd upp á 0,9 prosent. 543 fólk hava svarað í Gallup kanningini, sum varð gjørd leygardagin og fram til týsdagin. Óvissan í veljarakanningini er 3,4 prosent hvønn vegin. Altjóða maritima sjóvinnumessan, Atlantic Fair, er hildin í Klaksvík um dagarnar, og Nón var sjálvandi á staðnum í fiskivinnuhøvuðsstaðnum. Hvat rørir seg innan fyri maritima vinnu í Føroyum Vit fregnast millum annað um føroyskt skipasmíð, innovatión og fiskivinnuroyndir. Í Svínoy er lív komið aftur í smoltstøðina, sum nú hevur broytt navn til Svínoyar Rognkelsisstøð. Fyri fyrstu ferð er ætlanin at fara undir at ala rognkelsi til føroysku alivinnuna. Minnast tit nýggja orðið Neysting Neysting er bátaból úr ull, sum hongur í neysti. Hugskotið, sum kom fram fyri ári síðan, eigur Elin Maria Nolsøe Joensen arkitektur, og vit fregnast, hvussu gongur. Enn eitt dømi um vantandi virðing fyri almennunum pengum, sigur formaðurin í fíggjarnevndini. Hann vil hava løgtingið saman beinanvegin. Og landsstýrikvinnan í fíggjarmálum, Kristina Háfoss, sigur við útvarpið, at hon vil ikki gera viðmerkingar til málið, fyrr enn hon hevur fingið tilmæli frá Heilsu og innlendismálaráðnum. Seinna hálvfinalan ímóti Skála endaði við 0 0 javnleiki, og tað var nokk fyri Víking, sum hevði eitt útvallarmál frá 1 1 javnleikinum á Skála í fyrru hálvfinaluni. Ein hundur gongur skaddur og heimleysur við vegjaðaran í óbygdum í Alaska. Stacey setir seg í bilin og koyrir í fleiri tímar, ætlanin er at taka hundin til sín at røkta. Hetta verður byrjanin til eitt heilt serstakt vinalag. Heima í Norrk ping kemur dokumentar filmsmaðurin Carl Fristedt fram á søguna á facebook. Hann ger av at fara hagar við flogfari. Hóast býtandi kalt og sjógvurin er tvey stig, streyma fólk úr øllum heiminum til Gulen at kava. Her eru nevniliga nakrir av vakrastu skapningum, ið til eru fram við strondini í stórum tali og fjølbroytni. Vit eru við programmleiðaranum Thomas Marthinsen. Oljuprísurin er fallin nógv seinastu tíðina. Í gjár, hósdagin, var fallið somikið stórt, at ein tunna av olju úr Norðsjónum kostar undir 70 dollarar. Síðani 16. mai er oljuprísurin lækkaður fýra prosentstig. Hildið verður framvegis, at óvissan um handilsviðurskiftini ímillum USA og Kina, er ein av orsøkunum til, at oljuprísurin fellur aftur. Í gjár varð almannakunngjørt, at goymslurnar av olju í USA er væl hægri, enn roknað varð við. So skjótt sum tað var almannakunngjørt, byrjaði oljuprísurin at falla. Theresa May ætlar at verða sitandi sum forsætisráðharri, til ein avloysari er funnin. May helt røðu uttan fyri Downing Street nr. 10. Theresa May hevur til fánýtis roynt at sannføra stjórnina og konservativa flokkin um, at avtalan, sum hon hevur gjørt við ES, var rætta kósin at halda. Tríggjar ferðir hevur undirhúsið felt uppskotið um avtaluna. Theresa May hevur verið forsætisráðharri og leiðari í konservativa flokkinum síðani í juli í 2016. Bretski forsætisráðharrin, Theresa May, varð rørd, tá hon fyri lítlari løtu síðani boðaði frá, at hon leggur frá sær sum forsætisráðharri í Bretlandi 7. juni. Tað var uttan fyri Downing Street nummar 10, at Theresa May boðaði frá, at hon leggur frá sær, skrivar bretska kringvarpið, BBC, á Twitter. May hevur verið undir hørðum trýsti seinastu dagarnar, eftir at hon legði eitt nýtt uppskot um brexit fyri undirhúsið. Uppskotið letur upp fyri møguleikanum at hava eina nýggja fólkaatkvøðu um brexit. Einki bendir á, at hetta uppskotið verður samtykt, hóast forsætisráðharrin hevur dyrgt eftir at fáa Labour flokkin at atkvøða fyri. Frammanundan hevur undirhúsið tríggjar ferðir vrakað uppskotið um avtaluna, sum Theresa May hevur gjørt við ES um brexit. Luttakarar Andrias Høgenni, Peter Damgaard Hansen, Barbara Andreasen, Tjóðhild Patursson, Janus Vang, Marjun Lómaklett og Uni Leitisstein Hansen. Helena Dam á Neystabø hevur gjørt av, at hon stillar upp til fólkatingsvalið, sum verður 5. juni, men hon stillar ikki upp til løgtingsvalið, ið verður seinni í summar. Tað boðar Javnaðarflokkurin frá á tíðindafundi, sum verður hildin í Klaksvík í løtuni, nú flokkurin leggur fram valskránna til danska fólkatingsvalið. Helena Dam Neystabø varð fyrstu ferð vald í Løgtingið í 1990 fyri Sjálvstýrisflokkin, sum hon eisini var formaður fyri árini frá 1994 til 2001. Nú verður norðurlendska matvirðsilønin aftur latin. Embla, sum hon eitur, fagnar tað besta í norðurlendskari matgerð. Tað verður 1. juni í Reykjavík, at ein dómsnevnd við umboðum úr øllum luttakaralondunum, fer at gera av, hvørji skulu fáa norðurlendsku matvirðislønina 2019. Dr. Phil og fil.dr. Jóan Pauli Joensen hevur nýtt ein stóran part av sínum lívi at granska og skjalprógva føroyska køkin og handverkið runt matin fyri at miðla og varðveita eina serliga matmentan, sum hevur verið undir trýsti frá innfluttum matvørum. Granskingin hjá Jóan Paula er nú ein partur av bókini Ból og biti Matarhald í Føroyum, sum ofta verður nýtt sum ein tilvísing tá føroysk matlist verður umrødd. Siðvandu teknikkirnir og handverkið, sum Jóan Pauli hevur havt ein stóran leiklut í at varðveita, spæla nú ein stóran leiklut í nýggju og nýhugsandi hættunum í føroyskari matlist. Tey framúr nýhugsandi fólkini handan Gimburlombini í Nólsoy eru sera dugnalig til at gera alla Nólsoynna og fólkini í bygdini sum ein part av samlaðu ferðavinnuupplivingini og harafturat eisini alt, sum oyggin hevur at bjóða. Meira siðbundna og gamaldags oyggjamentanin verður við Gimburlombunum sett í eitt heilt nýtt og meiri modernað høpi, tá tú fert á gongutúr við teimum at heinta hvonn til Hvonnpitsa, ella tá tú fert ein sjórænaratúr við børnunum Gásadalsgarðurin hevur funnið ein hátt at nýta hetta tilfeingið, har tey ala tarvskálvarnar vistfrøðiliga, fletta teir og ræsa kjøtið í einum hjalli. Hetta er ikki ein vanligur arbeiðsháttur, tá tað kemur til oksakjøt og úrslitið er ein serstøk matvøra sum veðrur nýtt í einum ræstari oksakjøtssúpan. Hann hevur latið upp 13 matstovur á stovn, allar við ymiskum og serstøkum yvirsbráði. Eisini hevur hann spælt ein stóran leiklut í at gera føroyska køkin og matlist til ein sýnisglugga bæði fyri føroyingar og útlendingar. Millum matstovurnar, hann hevur latið upp, er 2 stjørnaða Michelin matstovan KOKS, sum setur lokalar rávørur í miðdepilin. Tær fýra matstovurnar í hópinum Heima í Havn í eyðkendu gomlu húsunum við grastekjunum. Ein av hesum matstovunum Ræst borðreiðir einans við røstum mati, nakað sum var óhugsandi fyri einans 10 árum síðani. Soleiðis er Johannes ímyndin av einum íverkseta innan matgerð, sum tekur stórar váðar á seg, og hugsar nýskapandi og fjølbroytt fyri at varðveita føroyska matlist. Bóndagarðarnir hava ótroyttiliga gjørt vart við høgu góðskuna á lokalt framleiddum grønmeti, til dømis á árliga eplafestivalinum, sum nú er eitt ferðavinnutiltak, sum fevnir um alla Sandoynna. Á Kolm rden skulu tveir bisonoksar doyvast og flytast. Tá mugu báðir djóralæknar og tilhoyrandi toymi vera við. Harafturat er Anders ella Ankan komin eftir, at ein ávís spetta hevur næstan somu morgunvanar sum hann. Og so hevur rossið á ríðiskúlanum, Picasso, fingið skaða í beinið. Programmleiðarar Sofia R genklint og Anders Ankan Johansson vitja djóralæknar og djórasjúkrahús og djóragarðar. Filmur um ein av mest lisnu rithøvundum, Per Anders Fogelstr m. Filmurin lýsir tey óróligu barnaárini. Um skaldsøgur sum Sommaren med Monika og Minan dr mmars stad . Við eru Per Fogelstr m, rithøvundurin, Susanna Alakoski, Ingvar Carlsson, forseti, Ulrika Knutson og rithøvundin Gøran Greider og fleiri. Per Anders Fogelstrøm doyði í 1998, og í 2017 vóru 100 ár, síðan hann varð føddur. Bóndin er farin undir at seta portur upp á vegnum, og har skulu fólk rinda við gjaldskorti, áðrenn tey fara út á Lógv. Ferðafólkini eru so nógv í tali, at okkurt má gerast, sigur Andr Kruse, festari. Tað, sum fæst burturúr ferðafólkunum, ætlar bóndin at nýta til gøtur og annað viðlíkahald. Hinir bóndurnir í Saksun arbeiða eisini við loysnum fyri at fáa nakað burturúr ferðavinnuni, sigur Andr Kruse. At steðga ferðavinnuni er neyvan gjørligt, og tí má dentur leggjast á at fáa nakað burturúr teimum ferðandi. Tað sigur Andr Kruse, festari í Saksun, sum eigur hagan, Svartá fyri Uttan, sum ber 160 seyðir. Fyri at sleppa út á Lógv í Saksun, er neyðugt at ganga ígjøgnum festið hjá honum, og hann vil hava nakað burturúr teimum ferðandi. Tí er hann farin undir at seta eitt portur upp á vegnum út á Lógv. Talan verður um eitt serligt portur, har ein gjaldsstøð verður í, so fólk, ið ætla sær út um portrið, skulu rinda fyri ferðina við gjaldskorti. Bøndurnir í Saksun tosa javnan um, hvat kann gerast, og Andr Kruse sigur seg vera komnan til ta niðurstøðu, at okkurt má gerast, so festararnir kunnu fáa nakað burturúr vinnuni. Tað letur seg ikki gera at hava vakt við portrið, tí tað er ov kostnaðarmikið, so hóast nakað av íløgu skal gerast í eina gjaldsstøð, so ætlar hann at royna tað. Er talan um bólkar ella skúlaflokkar, so fer at bera til at gera serliga avtalu, sigur hann. Andr Kruse vísir á, at teir vóru á fjalli 1. mars í vár, og tá vóru tveir bólkar av ferðafólki í haganum, og tað órógvaði raksturin. Á tveimum av fólkunum, sum vóru við, stóð ferðaleiðari á, og tey gera neyvan ferðina fyri einki. Tí ber ikki til, at onnur skulu taka gjald fyri at ganga í haganum sum hann varðar av, ella í haganum hjá øðrum, uttan at rinda fyri tað. Bóndin í Saksun vísir eisini á, at herfyri kom fram, at vøksturin í ferðavinnuni hevði verið 25 prosent, og at økingin fer at halda fram. Tí er eisini neyðugt at fyrireika seg til tað, og at royna at fáa sum frægast burturúr, sigur hann. Andr Kruse miðar eftir, at gjaldsstøðin út á Lógv kann vera sett upp sum skjótast, og í seinasta lagi um ein mánað, áðrenn ferðafólkastreymurin kemur í hæddina. Hvat tað fer at kosta, at ganga út á Lógv í Saksun, er ikki endaliga greitt, men bóndin hevur hugsað um at seta gjaldið til 50 ella 75 krónur fyri hvørt fólk. Hann vísir á, at tað at gráta er eitt framúr gott amboð í sorgini, men í okkara mentan er tað eitt so stórt tabu, at fleiri vaksin hava glomyt, hvussu man grætur. Teir hava hoyrt um Ítróttaháskúlan, Páls høll og Marghøllina og arbeiðið at menna ferðavinnuna og aðrar verkætlanir í Vági, skrivar Vágs kommuna. Men Jógvan Arge, sum var á býráðsfundinum í gjár fyri Onnu Katrinu Frýdal, atkvøddi saman við minnilutanum, sum hevði broytingaruppskot um at strika brúkaragjaldið. Heilsu og umsorganartænastan fer tað, sum eftir er av 2019, at bjóða fólkapensjónistum, sum ikki sjálvir megna at gera reint, reingerð. Býráðið í Tórshavnar kommunu samtykti í gjárkvøldið, at umsitingin hjá kommununi arbeiðir víðari við at nágreina samstarvið við Bústaðir um bygging á Frúutrøð í einum partalagssáttmála. Býráðið samtykti eisini eitt uppskot frá meirilutanum í Fíggjarnevndini um, at nakrar íbúðir skulu markast til eldri fólk. Uppskotið um byggingina á Frúutrøð varð samtykt við atkvøðubýtinum sjey seks. Eftir samráðingar við Bústaðir hevur býráðið valt eina loysn, sum eitur 2.700 bygdir fermetrar. Í loysnini eru 34 íbúðir, sum eru 70 fermetrar í tveimum hæddum. Í august í fjør bjóðaði Tórshavnar kommuna samtøkum at vera við í undangóðkenning at byggja, fíggja og umsita íbúðir á Frúutrøð í Havn. Toymi, skipað við ráðgevum, byggivinnuni, íleggjarum og eisini fólkum ella fyritøkum, sum kunnu umsita leiguíbúðir, kundu søkja um undangóðkenning. Tí lógaruppskotið, sum skuldi geva Bústøðum heimild at læna 250 milliónir krónur afturat at byggja fyri, kom ikki úr nevnd, áðrenn løgtingið fór í summarfrí. Danski landsliðvenjarin, Nikolaj Jacobsen, hevur nú kunngjørt nøvnini á teimum átjan spælarunum, sum hann hevur kosið sær til teir báðar seinastu dystirnar í undankappingini til EM endaspælið næsta ár. Danmark spælir á útivølli í Kiev móti Ukraina 12. juni, og punktum verður sett á heimavølli móti Føroyum sunudagin 16. juni í Gigantium í lborg. Sonni Larsen, venjari, hevur tikið út ein bruttuhóp til venjingarnir fyri dystin, og endaliga úttøkan verður væntandi einaferð fyrst í juni. Veingir Jóhan á Plógv Hansen Bjerringbro Silkeborg Lasse Svan SG Flensburg Handewitt Magnus Landin THW Kiel Magnus Bramming Tvis Team Holstebro Bakspælarar Nikolaj Øris Bjerringbro Silkeborg Niclas Kirkeløkke Rhein Neckar Lowen Jacob Holm Fuchse Berlin Mikkel Hansen PSG Handball Mads Mensah Rhein Neckar Lowen Rasmus Lauge Telekom Veszpr m UFOF , Social Cues og My Finest Work Yet kallast tríggjar nýggjar plátur hjá bólkunum Big Thief, Cage The Elephant og Andrew Bird. Serligt ljós verður varpað á hesar pláturnar í sendingini, men eisini annar nýggjur og spika hamrandi feitur tónleikur verður eisini spældur. Orange Big Thief Black Madonna Cage the Elephant Sisyphus Andrew Bird Sister The Black Keys Cattails Big Thief Night Running Cage the Elephant feat. Beck Manifest Andrew Bird Harmony Hall VAMPIRE WEEKEND Ufof Big Thief Social Cues Cage the Elephant Bloodless Andrew Bird Please Don t Call Me Crazy Cactus Blossoms Andr Kruse, festari, er farin undir at seta portur upp við vegin, og har skulu fólk rinda við gjaldskorti, áðrenn tey fara út á Lógv. Rúna Hjelm, forkvinna í Hagafelag Føroya, heldur, at tað, ið hendir nú, ger seg inn á nøkur grundleggjandi rættindi hjá føroyingum. Sambært Andr Kruse, festara í Saksun, eru ferðafólkini so nógv, at okkurt má gerast. Fyri at sleppa út á Lógv í Saksun, er neyðugt at ganga ígjøgnum festið hjá honum, og hann vil hava nakað burturúr teimum ferðandi. Og júst tað fíggjarliga er ein kjarnutrupulleiki í stríðnum millum bøndur og hagafólki, heldur Rúna Hjelm, forkvinna á Hagafelgi Føroyum. Valevnislistarnir til Fólkatingsvalið skulu vera inni í dag. Klokkan 18 í kvøld er seinasta freist at lata valnevndini listarnir við valevnum. Fyri at stilla upp til fólkatingsvalið skal eitt valevni stilla upp fyri ein flokk, sum á seinasta vali varð valdur í løgtingið og framvegis situr har, ella kunnu valevni stilla upp á uttanflokkalista. Fólkatingsval verður 5.juni, sum eisini er grundlógardagur. Miðflokkurin stillar ikki upp til fólkatingsvalið, men hinir flokkarnir, sum eru í løgtinginum, stilla allir upp. Sostatt eru tað seks flokkar, ið stilla upp til fólkatingsvalið. Yvirgangs kanningararbeiði er í gongd, eftir at í minsta lagi sjey persónar fingu skaða í eini spreinging, helst eini pakkabumbu, í gongugøtuni í franska býnum, Lyon. Bumban brast um nátturðatíð í gjárkvøldið. Franska blaðið, Le Figaro, skrivar, at ein maður er undir illgruna fyri at hava framt atsóknina. Maðurin er í 30 unum, og var á súkklu. Løgreglan kannar nú upptøkur frá vakmyndatólum, og myndin av manninum, sum løgreglan hevur almannakunngjørt, er frá einum av vakmyndatólunum. Stór óvissa er um, hvussu nógv fingu skaða av spreingingini alt frá átta til 13 fólk, men tíðindastovan AP og fleiri franskir miðlar minkaðu í gjárkvøldið talið niður í sjey. Millum annað ein átta ára gomul genta hevur fingið løstir. Emmanuel Macron, forseti, sigur, at spreingingin er eitt álop. Hann segði einki um, at nakar hevði latið lív, skrivar AFP. Talan skal verða um pakkabumbu, sum varð fylt við skrúvum og seymum. Fleiri politikarar í Konservativa flokkinum nú bjóða seg fram at taka við eftir Theresu May sum formaður í Konservativa flokkinum. Eisini Rory Stewart, ið er fyrrverðandi ráðharri fyri altjóða menning, og Esther McVey, ið er fyrrverðandi ráðharri í arbeiðsmarknaðarmálum, hava hug at taka við eftir Theresu May. Theresa May hevur boðað frá, at hon leggur frá sær sum forkvinna í Konservativa flokkinum 7. juni, men at hon heldur fram sum forsætisráðharri til nýggjur formaður er valdur í Konservativa flokkinum. Vit eru altíð umgird av smáum djórum uttan mun til, um vit eru úti ella inni. Klukkur, eiturkoppar, mýggjabitar og onnur smákykt eru so mikið smá, at vit nóg illa geva okkum far um tey. Hóast lítlu støddina eru mong, sum kortini føla andstygd, tá tey koma í samband við og tætt at djórunum. Tjóðsavnið vil við hesi ferðaframsýning geva fólki møguleikan at síggja hesi dýrini á ein øðrvísi hátt at kalla andlit til andlits. Fýra kappróðrarfeløg fáa stuðul úr Róðrargrunni Føroya í ár. Tey fýra feløgini eru Sørvágs Róðrarfelag, Skála Róðrarfelag, Sandavágs Róðrarfelag og Froðbiar Sóknar Róðrarfelag. Feløgini fáa 30.000 krónur hvør at byggja kappróðrarbát fyri. Róðrargrunnur Føroya fekk seks umsóknir. Talan var um umsóknir um stuðul til at smíða fýra 5 mannafør, eitt 6 mannafar og eina bátabrúgv, stendur í tíðindaskrivi frá Róðrargrunninum. Í einum føri var báturin liðugur og latin felagnum. Tann umsóknin varð ikki gingin á møti. Umsóknin um bátabrúnna varð heldur ikki gingin á møti, tí tílíkan stuðul kann grunnurin ikki lata. Stuðulin verður útgoldin, tá kjølurin er strektur, og er stuðulin ikki brúktur 31. mars í 2020, fellur peningurin aftur til grunnin. Róðrargrunnur Føroya varð stovnaður í 1970 og er endurreistur, tí løgtingið á fíggjarlógini fyri 2018 játtaði pening til at smíða kappróðrarbátar. Tingið játtað aftur grunninum pening í 2019. Virksemið hjá grunninum í 2020 er treytað av, at løgtingið játtar grunninum pening á næstu fíggjarlóg, verður sagt í tíðindaskrivinum. Føroyingahavnin í Grønlandi ið er umleið 50 kilometrar sunnan fyri Nuuk sum einaferð var inntøkugrundarlagið hjá nógvum føroyingum, hevur sæð sínar bestu dagar. Kringvarpið hevur í løtuni tvey fólk í Grønlandi, sum gera upptøkur til eina sjónvarpssending, ið verður víst í heyst. Upptøkufólkini hava eisini verið og vitjað í Føroyingahavnini. Í dag er lítið og einki gott eftir av Føroyingahavnini, har tað einaferð í tíðini vóru 35 bygningar, við sjómansheimi, sjúkrahúsi og smiðjur, sum tað sæst í upptøkuni omanfyri her. Útbjóðingin av Bygdaleiðum er útsett einaferð, og tað verður hon ikki aftur, sigur Heðin Mortensen, landsstýrismaður í Vinnumálum. Vinnuhúsið sigur annars í skrivi, tað sýnist at verða óumhugsað, at koyringin hjá bygdaleiðum er boðin út, nú so stutt upp undir, at koyrandi verður í Eysturoyartunnlinum. Tá koyrandi verður úr Eysturoynni, er eingin ivi um, at hetta kemur at hava stóra ávirkan á, hvør tørvurin verður á hvørjari leið, til dømis støddin á bussunum, sigur Vinnuhúsið. Men landsstýrismaðurin heldur fast um sína avgerð, útboðið verður ikki útsett aftur. Í Nólsoy er gott at vera ferðafólk í egnum landi. Ein hvít sandstrond, ein lama ella kanska ein eitthjólað súkkla Hesi eru millum møguleikarnar at njóta um ikki tú hevur hug til okkurt meira skipað, sum fleiri aktørar kunnu hjálpa tær við. Tjóðhild Patursson greiðir frá um sanddunnuber og notur, og Maud Vang Hansen bjóðar inn til ein drekkamunn við heimagjørdum grønkálspesto Eitt prát við Gunnvá Zachariasen, sum arbeiðir á kunningarstovuni í Nólsoy gevur íblástur til eina rannsóknarferð í Nólsoyar bygd, áðrenn lopið verður á bláman, fyri síðan at fáa hitan aftur í sauna við einum koppi av notute. Eitt par við trimum dreingjum spyr hesaferð panelið, hvat tey halda um ynski hjá teimum um at hjálpa náttúruni á veg, so tey kunnu fáa eina gentu. Hinir spurningarnir eru frá gentum, ið ikki tíma at ferðast saman við familju longur, tí tey vaksnu skeldast so illa, og frá ungari kvinnu, sum heldur, at vermamman vitjar sonin alt ov nógv. Í panelinum hesaferð eru Theresa Turidardóttir Kreutzmann, Jóngerð Nielsen og Rudolf Joensen Í síðstu viku dømdi ein dómstólur í San Francisco týska kemi og heilivág risan, Bayer, sum millum annað framleiðir ókrútstýnaran RoundUp, at rinda einum hjúnum tvær milliardir dollarar góðar 13 milliardir krónur í endurgjaldi. Sambært nevningum hevur Bayer verksmiðjan ikki ávarað um vandan fyri krabbameini, um tú brúkar Round Up, og tí hevur Bayer ábyrgdina av, at saksøkjararnir, Alva og Alberta Pilliod, hava fingið krabbamein í brisið. Round Up er evnafrøðiliga evnið Glyfosat, sum plantan tekur til sín gjøgnum bløð og spírar. Ókrútstýnarin verður nógv nýttur, eisini í Føroyum og í Danmark. Bayer hevur meira enn 13.400 rættarmál ímóti sær í USA, har fólk siga, at tey eru í vanda fyri at fáa krabbamein, sum kann hava samband við at tey hava brúkt RoundUp. Verksmiðjan Bayer vísur ákærunum aftur og sigur, at óheftir granskarar og kanningar av fyritøkuni í fleiri áratíggju hava víst, at fólk ikki skulu bera ótta fyri at brúka glyfosat og RoundUp, skrivar Ritzau. Eftir dómin boðaði Bayer frá, at dómurin verður kærdur. Í 2018 fekk eitt umsjónarfólk í Kalifornia 289 miljónir dollarar í endurgjaldi, men endurgjaldið varð seinni skorið niður í 78 miljónir krónur og tann avgerðin er kærd. Í marsmánaði í ár fekk ein annar maður í Kalifornia 80 miljónir dollarar í endurgjaldi, tí hann hevur fingið krabbamein av at brúka Round Up. Bayer hevur eisini kært hendan dómin, skrivar Ritzau. Stutt fyri jól tók gøla seg upp eftir at duldar ljóðupptøkur avdúka íslendskar tinglimir tosa niðrandi um kvinnuligar altingslimir. Ein ljóðupptøka er almannakunngjørd, sum avdúkar millum annað fyrrverandi forsætisráðharran, Sigmund Davið Gunnlaugsson, og Gunnar Braga Sveinsson, Berg ór Ólason og Onna Kolbrún Árnadóttir, at tey 20. november, á Klausturbarr, skulu hava tosað sínámillum hart og háðandi um kvinnuligar starvsfelagar. M.a. sigur Anna Kolbrún Árnadóttir á ljóðupptøkuni, at menn eru orðblindir, meðan kvinnur duga ikki at rokna. Tá spyr Sveinsson, um tað er tí, at tí tær ikki duga at telja, hvussu nógvum monnum tær hava ligið við Leiðslan í íslendska Dátueftirlitinum hevur gjørt av at kvinnan, sum gjørdi loyniligu upptøkuna ikki skal fáa bót, millum annað tí politikarar hava minni verju av privatlívinum enn onnur sum almennir persónar. Dátueftirlitið sigur tó, at loyniliga upptøkan av samrøðuni millum teir seks politikararnar var ólóglig, og vísur á umstøður í málinum og rættarsiðvenju frá Evropiska Mannarættindadómstólinum, um, at privatlívið hjá politikarum er minni vart enn hjá øðrum. Etiska nevnd í Altinginum hevur fyrr sagt, at atburðurin hjá politikarunum í Klausturbarr málinum, ikki samsvarar við siðreglurnar hjá Altinginum, men nevndin hevur tó ikki tikið avgerð um, um altingslimirnir hava brotið siðreglurnar. Tá upptøkan kom undan kavi, bað formaðurin í altinginum, vegna Altingið, øll, sum vórðu nevnd í ljóðupptøkuni, og familjur teirra um umbering, og hann bað eisini íslendsku tjóðina um umbering. Radararnir standa í Vardø í Norðurnoregi, men tað hevur ongantíð verið frammi, hvat radararnir vísa. Men russiska uttanríkisráði er ikki í iva, sigur Maria Zakharova, talskvinna hjá russiska uttanríkisráðnum, við New York Times. Radarstøðin er bara 50 kilometrar frá russiska markinum, og tað er fregnartænastan hjá norsku verjuni, sum stýrir radarunum. Og tað er eingin loyna, at upplýsingarnar, sum radararnir fáa, verða fluttar víðari til USA. Tað sigur seg sjálvt, at hvørki vit ella onnur lond kunnu ignorera hernaðarligt virksemi nærindis russiska markinum ella við onnur landamørk, sigur Zakharova. Vit hava alla orsøk til at halda, at radararnir hava neyvt eftirlit við russiskum øki, og verða partur av amerikonsku rakettverjuni, sigur Zakharova. Fregnartænastan hjá norska herinum sigur í fráboðan, at nýggja radarskipanini tryggjar Noregi týdningarmikla atgongd og viðkomandi kunning, sum hevur týdning fyri nationalu trygdina. Russland óttast fyri, at radararnir kunnu brúkast til at finna rakettir, og hava eftirlit við virkseminum hjá flotanum norðanfyri. Russisku kavbátarnir har norðuri, sum hava rakettir umborð, liggja allir í Gadzhijevo, sum er 150 kilometrar eystanfyri radarstøðina í Vardø. Tað er púra greitt, at amerikanski radarin í økinum ikki bara er ein trupulleiki fyri Noreg. Tað snýr seg eisini um tað at varðveita frið og semju her norðuri, sigur Zakharova við New York Times. Í mars 2017 flugu fleiri russisk stríðsflogfør inn yvir Vardø.Í februar í fjør flugu russisk stríðsflogfør líknandi túr inn yvir Vardø. Og seinastu tvey árini eru eisini fleiri dømi um, at russiski herurin hevur órógvað GPS signal í økinum við norska markið. Valluttøkan á ES valum lág, og í 2014 var hon met lág, 42 prosent í miðal fyri alt ES. Men í Belgia vóru 90 prosent av teimum, sum hava valsrætt á vali, meðan bara 13 prosent vóru á vali í Slovakia í 2014. Valið hesaferð er øðrvísi enn undanfarin val, tí hesaferð vinna Nationalistar og ES skeptikarar fram og kunnu fáa enn fleiri sessir í tinginum. Tey vilja bróta niður ES innaní frá. ES tingið er einasta fólkavaldi stovnur í ES, og tingið samtykkir lógir og hevur eftirliti við fíggjarætlanini, sum er meira enn 1.140 milliardir krónur. Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin hava stilla upp 15 valevni hvør, Fólkaflokkurin og Tjóðveldi 13, Framsókn 6 og Sjálvstýrið 1. Kynsbýtið er ymist hjá flokkunum tilsamans 26 kvinnur og 37 menn stilla upp. Framsókn hevur javnasta býtið, 3 kvinnur og 3 menn. Bjarni K. Petersen Hanna Jensen Høgni Reistrup Súsanna Olsen Poul Michelsen Ruth Vang Tjóðveldið hevur 8 kvinnur og 5 menn. Annita á Fríðriksmørk Bjørt Samuelsen Hervør Pálsdóttir Høgni Hoydal Ingolf S. Olsen Katrin Kallsberg Kristina Háfoss Magni Arge Óluva Klettskarð Pauli T. Petersen Pól Esper Hansen Sirið Stenberg Sonja Jógvansdóttir Javnaðarflokkurin hevur 7 kvinnur og 8 menn. Aksel V. Johannesen Barbara Gaardlykke Apol Bjarni Hammer Djóni Nolsøe Joensen Finnbjørn Vang Gunnvá Tróndardóttir Joensen Kristianna Winther Poulsen Heðin Mortensen Henrik Old Helena Dam Á Neystabø Jónleif Johannesen Marita Klein Joensen Rigmor Dam Sjúrður Skaale Eyðgunn Samuelsen Sambandsflokkurin 5 kvinnur og 10 menn. Annfinn Brekkstein Bárður Nielsen Edmund Joensen Edva Jacobsen Erhard Joensen Eyðdis Hartmann Niclasen Helgi Abrahamsen Jaspur Langgaard Jákup Fróði Djurhuus Jensia Højgaard Kjærbæk Johan Dahl Kaj Leo Holm Johannesen Magnus Rasmussen Rósa Samuelsen Sunneva Simonsen Ludvig Og Fólkaflokkurin hevur 3 kvinnur og 10 menn. Annika Olsen Brandur Sandoy Beinir Johannesen Christian Fribjart Andreasen Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur Heðin Zachariasen Jacob Vestergaard Jákup Mikkelsen Joan Samuelsen Jógvan Á Lakjuni Jørgen Niclasen Símun Jóannesarson Hansen Uni Rasmussen Sjálvstýri stillar ein mann upp. Jógvan Skorheim Ein hýruvongsførari kom upp at táttast við ein, sum ikki vildi rinda fyri túrin. Men tað endaði við, at hýruvongsførarin fekk peningin uttan at løgreglan legði upp í málið. Løgreglan steðgaði í nátt eisini fleiri bilum á Vestmannavegnum fyri at kanna, um bilførarar koyrdu ávirkaðir, teir vóru edrúir, sigur vaktleiðarin á politistøðini. Tummas Rubeksen, festari á Húsagarði í Havn, heldur lítið um avgerðina hjá Andr Kruse, festara í Saksun, ið hevur gjørt av at taka gjald frá fólki, ið ætla at ganga út á Lógv. Orsøkin er, at fyri at sleppa út á Lógv í Saksun, er neyðugt at ganga ígjøgnum festið hjá honum, og hann vil hava nakað burturúr teimum ferðandi. Men hetta fellur ikki í góða jørð hjá øllum. Tummas Rubeksen, festari, heldur lítið um, at aðrir festarar taka gjald frá fólki fyri at ganga í haganum. Ískoyti Í innslagnum kom ikki fram, at Tummas Rubeksen sjálvur fæst við ferðavinnu. Tað var eitt mistak frá Kringvarpsins síðu, at tað ikki kom fram í innslagnum. Ferðsluviðurskiftini kring um Glyvra skúla eru ikki nøktandi. Serliga ringt er tað á morgni, tá ið skúlagongdin byrjar. Bussar koma til og frá, foreldur koyra børnini í skúla. Tekniska nevndin í Runavíkar kommunu hevur arbeitt við ætlan fyri økið. Tað verður longri millum innkoyring og útkoyring, og rúmligari inni á avsetingarøkinum. Hetta viðførir vónandi minni trongsul á vegbreyt og inni á økinum serliga í ferðsluni á morgni, skrivar kommunan. Tað verða ikki fleiri støðupláss, men væl betri umstøður hjá teimum sum koma til og frá, serliga tá ið ferðslan er sum mest. Spakin er settur í, og væntandi verður arbeiðið liðugt seinri í ár, skrivar Runavíkar. Fleiri býir í Peru hvørki hava streym ella telefonsamband, eftir at harður jarðskjálvti rakti norðara part av Peru tíðliga í morgun. Miðdepilin í skjálvtanum var nakað eystanfyri býin Moyo bamba, skrivar Reuters. Amerikanski jarðfrøðisstovunurin sigur, at jarðskjálvtin lá um 8,0 á styrkislistanum, men mátingar hjá myndugleikum í Peru vísa at styrkin var 7,2. Jarðskjálvtin merktist eisini í høvuðsstaðnum, Lima, og ræðslusligin fólk tustu út á gøturnar. Higartil eru ongar fráboðanir um fólkaskaða, og men nakrir bygningar hava fingið skaða. Jarðskjálvtin var 114 kilometrar undir jørð. Vanligt er, at jarðskjálvtar, sum eru grynnri enn hetta elva til stórar oyðileggingar. Í 2007 rakti ein jarðskjálvti Peru, og tá doyðu 600 fólk. KÍ staðfesti sítt pláss sum oddalið, tá teir vunnu greiðan 4 0 sigur á EB Streymi í dag, B36 vann 4 1 á AB í Gundadali, og í Trongisvági vann TB kærkomnan sigur á ÍF. Hóast málleysa støðan helt sær tað mesta av fyrra hálvleiki, var ongantíð stórur spenningur í dystinum millum oddaliðið KÍ og EB Streym. Patrik Johannesen setti hol á málskjótingina, tá fimm minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki, og beint áðrenn hálvleik økti Jonn Johannesen til 2 0. Munurin millum liðini gjørdist uppaftur størri í seinna hálvleiki, tá Darius Lewis og Patrik Johannesen øktu til ávíkavist 3 0 og 4 0. B36 gjørdi skjótt av í dystinum móti AB, og legði seg á odda 2 0 eftir bert 15 minuttir við málum frá Árna Frederiksberg og Jónas Tór Næs. Nærri komu gestirnir tó ikki, og stutt fyri leiklok slóg Alex Mellemgaard sigurin fastan, tá hann skoraði til endaliga úrslitið, 4 1. Dysturin millum TB og ÍF sá leingi út til at gerast málleysur, men stutt fyri leiklok eydnaðist tað Stefan Radosavljevic at leggja heimaliðið framum og harvið tryggja TB trý kærkomin stig. Støðan 1.KÍ 11 dystir 26 stig 2.B36 11.dystir 24 stig 3.NSÍ 10 dystir 22 stig 4.Víkingur 10 dystir 20 stig 5.HB 10 dystir 18 stig 6.Skála 10 dystir 15 stig 7.TB 11 dystir 12 stig 8.EB Streymur 11 dystir 7 stig 9.ÍF 11 dystir 4 stig 10.AB 11 dystir 4 stig Hevur tú turra húð og vilt hava natúrolju at smyrja teg við Elin Unnes, rock og urtagarðsmiðlafólk hevur gjørt sína egnu urtaolju og vísir, hvussu hon ger. Fundurin er almennur. Íslendski konsulurin í Føroyum verður við á fundinum, og hann tekur samanum støðuna, sum hon er nú. Tað gera umboð hjá Uttanríkisráðnum eisini. Føroyar hava sagt upp Hoyvíkssáttmálan, og hann fer úr gildi á nýggjárinum.Orsøkin er lógin um sjófeingi og íslendskur ognarlutur í føroyskum fiskiskipum. Rættindi og tænastur, sum eru fingin sambært sáttmálanum, eru tó galdandi í fimm ár afturat í minsta lagi. Í Føroyska íslendska handilskamarinum eru vinnulívsfólk í Føroyum og í Íslandi. 3. partur av søguni Seyðagrísinurin Babe Dick King Smith skrivaði og Jákup Sørensen týddi til føroyskt. Elin á Rógvi leggur til rættis. 4. partur av søguni Seyðagrísinurin Babe Dick King Smith skrivaði og Jákup Sørensen týddi til føroyskt. Elin á Rógvi leggur til rættis. Bella hevur nógvar kenslur, sum hon ikki altíð veit, hvussu hon skal handfara. Hon gongur til styrkivenjing og fær ein venjara, ein kendan persón innan ítrótt í Svøríki. Hon sær, at hon kann gerast sterkast í heiminum. Trupulleikin er bara tann, at Bella kann ikki vísa alment, hvør styrki er í henni. Av Nicklas Estberg og Frida Eriksson Huge. Fimleikasambandinum eru tey nøgd við stigið, sum fimleikararnir vístu í árligu FM kappingini, og framtíðin sær bjørt út hjá føroyskum amboðsfimleiki. 6. partur av søguni Seyðagrísinurin Babe Dick King Smith skrivaði og Jákup Sørensen týddi til føroyskt. Elin á Rógvi leggur til rættis. Kann kropsmálið hjálpa tær at loysa ósemjur Eitt studentakollektiv er sinnað at vera við í eini roynd. Kunnu tey læra at greiða gerandis ósemjur, um tey skilja kropsmálið hjá hvørjum øðrum betur Eitt fríggjakvøld, tá tey tosaðu í telefon, greiddi Gudmundur Djurhuus frá, at kona hansara, Evi Tausen, var flutt til Danmarkar, tí hon vildi skiljast. Herborg Torkilsdóttir sigur, at hon ynskir at fáa íblástur úr veruliga lívinum til sínar sangir. Havi livað eitt lív, har eg havi møtt nógvum spennandi persónum, millam annað í mínum arbeiði sum fangavørður í afturlatnum fongsli í Danmark. Luttakarar Petur Hans Dahl, Kirstin Sigurðsdóttir Rasmussen, Aimi Justinussen, Herbogr Torkilsdóttir, Kurt Fossaberg og Arne Vatnhamar. 7. partur av søguni Seyðagrísinurin Babe Dick King Smith skrivaði og Jákup Sørensen týddi til føroyskt. Elin á Rógvi leggur til rættis. 8. partur av søguni Seyðagrísinurin Babe Dick King Smith skrivaði og Jákup Sørensen týddi til føroyskt. Elin á Rógvi leggur til rættis. 9. partur av søguni Seyðagrísinurin Babe Dick King Smith skrivaði og Jákup Sørensen týddi til føroyskt. Elin á Rógvi leggur til rættis. I dag skal Emma Riis til avgerandi próvtøku. Hetta er dagurin, hon hevur bíðað eftir í 12 ár klárar hon próvtøkuna, verður hon sett sum dansari í bólkinum hjá Nikolaj H bbe. Vit fylgja við seks kongligum ballettdansarum í hálvt ár og fáa innlit í, hvussu tað er at liva í teirri beinhørðu kappingarverðini. Her er dissiplin, her eru stórir dreymar og vónbrot. 10. partur av søguni Seyðagrísinurin Babe Dick King Smith skrivaði og Jákup Sørensen týddi til føroyskt. Elin á Rógvi leggur til rættis. 11. partur av søguni Seyðagrísinurin Babe Dick King Smith skrivaði og Jákup Sørensen týddi til føroyskt. Elin á Rógvi leggur til rættis. Fyri fimm árum síðani bleiv Arni Vatnhamar fyrsti, og higartil einasti, føroyingur, sum hevur verið á tindinum á heimsins hægsta fjalli. Spurdur um, hvat hevði hent, um Arni Vatnhamar sjálvur endaði í eini bíðirøð omanfyri 8000 metrar, svarar hann So høvdu vit báðir ikki práta saman. Eigarafelagið Hoyvíkshædd, sum er býlingurin norðan fyri skúlan við Løgmannabreyt í Hoyvík, hevur kært um staðsetingina og um vandan fyri lukti frá verkinum. Biogassverkið hjá F rka, sum er dótturfelag hjá Bakkafrosti, fer at taka neytamykju frá landbúnaðinum og súrløgu av laksi og skarni frá smoltstøðum. Norski hópurin Sten Gryteburst OB Málverji Andr Hansen Rosenborg Málverji Sondre Rossback Odd Málverji Kristoffer Ajer Celtic Verja Haitam Aleesami Palermo Verja Omar Elabdellaoui Olympiakos Verja Martin Linnes Galatasaray Verja H vard Nordtveit Fulham Verja Sigurd Rosted Gent Verja Stefan Strandberg FC Ural Verja Jonas Svensson AZ Verja Sander Berge Genk Miðvøllur Mats Møller Dæhli St. Pauli Miðvølur Moi Elyounossi Southampton Miðvøllur Markus Henriksen Hull Miðvøllur Stefan Johansen West Bromwich Miðvøllur Martin Ødegaard Vitesse Miðvøllur Fredrik Midtsjø AZ Miðvøllur Ole Kristian Selnæs Shenzen Miðvøllur Bjørn Maars Johnsen AZ Álop Tarik Elyounossi AIK Álop Ola Kamara Shenzen Álop Joshua King Bournemouth Álop Høgni Hoydal sigur, at arbeitt verður við einari lóggávu, sum eisini skal vera ein semja millum allar partar, sum arbeiða í ferðavinnuni. Landsstýriskvinnan í útbúgvingarmálum er sinnað at játta fleiri pengar, so Fróðskaparsetrið kann útbúgva fleiri námsfrøðingar at nøkta stóra tørvin á starvsfólkum á dagstovnunum. Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Setrinum, sigur, at læraraútbúgvingin og pedagogútbúgvingin er hvør sín útbúgving, og tað fer at kosta nakrar milliónir at taka fleiri næmingar inn á pedagogúbúgvingina. Verkætlanin er eitt samstarv millum SEV, lærda háskúlan í Aalborg og Náttúruvísindadeildina á Fróðskaparsetrinum. Hon skal eftir ætlan verða liðug í 2021. DR hevur kannað lýsingar á Facebook hjá teimum báðum donsku valevnunum til forsætisráðharrasessin undan fólkatingsvalinum, sum verður 5. juni. Serfrøðingarnir siga, at dáturnar, sum gera tað møguligt at eyðmerkja, hvørjir veljarar skulu síggja lýsingarnar, eru savnaðar ólógliga, og at dáturnar tí eru ólógligar at brúka. Tað eru hesar dáturnar, sum Vinstriflokkurin og Sosialdemokratarnir brúka í sínum lýsingarherferðum fyri teirra valevnum til forsætisráðharrasessin. Talan er um privatar upplýsingar, sum flokkarnir brúka uttan samtykki frá brúkarunum, sigur Sten Schaumburg M Müller, sum er professari í KT á Syddansk Universiteti. Tá lýsarar brúka persónsdátur til at senda til útvald fólk, so gera teir tað eftir mínari meting ólógliga, tí teir hava ikki biðið um samtykki. Somu fatan hevur professari í KT og miðlarætti á Aalborg Univesiteti, Søren Sandfeld Jakobsen, eins og Ayo Næsborg Andersen, lektari í persónsdáturætti á Syddansk Universiteti. Sum útgangsstøði er jú bann fyri at brúka hesar upplýsingarnar, sigur Allan Frank, KT trygdarserfrøðingur og løgfrøðingur á Dátueftirlitinum við Danmarks Radio. Føroyska landsliðið verður uttan Jóan Símun Edmundsson, tá EM undankappingardystirnir ímóti Spania og Noregi skulu spælast 7. og 10.juni á Tórsvølli. Tað er eisini merkisvert, at Sonni Ragnar Nattestad ikki er úttikin. Hann hevur spælt ov lítið í seinastuni, segði landsliðsvenjarin, Lars Olsen á tíðindafundi í morgun. Hópurin til dystirnar ímóti Spania og Noregi Teitur Matras Gestsson HB Karstin Hansen Skála Kristian Joensen KÍ Atli Gregersen Víkingur Odmar Færø Ham Kam Viljormur Davidsen Vejle Magnus Egilsson HB Gilli Rólantsson Sørensen SK Brann Andrias H. Eriksen B36 Heini Vatnsdal Fremad Amager Rene Shaki Joensen Grindavík Hallur Hansson AC Horsens Brandur H. Olsen FH Rógvi Baldvinsson Bryne Kaj Leo í Bartalsstovu Valur Árni Frederiksberg B36 Sølvi Vatnhamar Víkingur Meinhard E. Olsen Kristiansund Jákup B. Andreasen KÍ Klæmint A. Olsen NSÍ Jákup Thomsen FH Jóannes Bjartalíð KÍ Tim Birkhead hevur PhD í lívfrøði og er víðagitin høvundur, vísindamiðlari og granskari í fuglafrøði. Við sínum drúgvu granskingarroyndum og evnum at miðla gransking á ein viðkomandi hátt, gevur hann lesarum og áhoyrarum eitt heilt serstakt innlit í fugl og fuglalív. Ein tann kendasta bókin hjá honum gjørdist New York Times bestseljari og hevur vunnið fleiri heiðurslønir. Heitið á hesi bók verður eisini yvirskriftin á fyrilestrinum fyrilestrinum í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum í Havn í kvøld, týskvøldið, klokkan 19. Brøðurnir Torgeir og Herbjørn Jensen búgva stutt uttan fyri Oslo, men tá útróðrartíðin nærkast, fara teir heim til barndómsoynna Røst. Har bíðar mamman við øllum góðum, og báturin bíðar eftir manningini. Privatflogfør úr øllum heiminum eru at kalla gerandisgestir í Vága Floghavn í summarmánaðunum. Serliga er talið av teimum fínu, eksklusivu flogførunum vaksandi, sigur Gudny Langaard, flogvallarstjóri. Á ferðaskrivstovunum merkja tey eisini økta eftirspurningin fyri Føroyum frá hesum ferðabólki, staðfestir Tórstein Christiansen frá GreenGate. Hann vísir á, at hesi ferðafólk vilja uppliva okkurt serligt, burtur frá tí vanliga ferðafólkameldrinum, og at pengar eru eingin forðing. Sambært fráboðan, sum er send keypsskálanum í Reykjavík, er vinnulívsmaðurin og íleggjarin Jón Ásgeir Jóhannesson komin í nevndina hjá Skeljungi. Jón Ásgeir Jóhannesson er komin í nevndina, tí kona hansara, Ingibj rg Stefanía Pálmadóttir, hevur keypt stívliga tíggju prosent í felagnum. Men tað ber ikki til at áleggja fólki at melda seg sjálv til politiið, tí eingin hevur skyldu til at melda seg sjálvan fyri brotsverk. Í ferðslulógini stendur, at hvør tann, sum sekur ella ósekur kemur upp í ella annars verður fyri ferðsluóhappi, hevur skyldu til beinan vegin at boða løgregluni frá ferðsluóhappinum Men seks tíma reglan, sum kom í 1981, sigur, at er bilførari ávirkaður, tá hann verður tikin innan fyri seks tímar eftir ferðsluóhapp, hevur bilførarin eisini verið ávirkaður, tá hann koyrdi. Valstríðið til fólkatingið er í hæddini, men sitandi forsætisráðharrin í Danmark kemur kortini til Føroya at hava politiskan almennan fund. Hesin verður í Østrøm í Havn fríggjadagin klokkan 14, og øll eru vælkomin. Síðan gongur leiðin inn á Glyvrar til Bakkafrost, har aliídnaðurin er á skránni. Vitjanin endar á Koks, har ferðafólkavinnan og matstovuvinnan verða uppi at venda. Valstríðið til fólkatingið er í hæddini, men sitandi forsætisráðharrin í Danmark kemur kortini til Føroya at hava politiskan almennan fund. Fundurin verður í strøm í Havn fríggjadagin klokkan 14, og øll eru vælkomin. Síðan gongur leiðin inn á Glyvrar til Bakkafrost, har aliídnaðurin er á skránni. Onkuntíð hava næmingarnir eitt skipað pallborðskjak, har teir fáa boð um at hava ymiskar hugsjónir og meiningar og kjakast um eitt evni. Ingi Wiberg heldur, at næmingarnir fáa nógv burturúr at læra at grundgeva fyri tí, sum teir meina og verða betri samfelagsborgarar. 9. floks prógv Skúlin við Áir er ætlaður fólki yvir 18 ár, sum hava tørv á 9. floks prógvi, og møguleiki er eisini at byrja i fyrireikingarflokki, sum er grundarlag fyri 9. floks undirvísing. Til ber eisini at søkja, hevur tú rørslutarn ella mildar persónligar, sinnisligar ella sosialar trupulleikar. Eisini er pláss fyri átta fólkum at búgva á skúlanum. Fyrsta útgávan av Borgini gjørdist rættiliga óvanlig. Einasta valevnið hjá Sjálvstýrinum, Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, fór til Danmarkar at halda røðu sum borgarstjóri og møtti tískil ikki á Borgini. Raðfylgjan hjá flokkunum er avgjørd við lutakasti og er tískil ófrávíkilig, og tað vildi soleiðis til, at Sjálvstýri átti plássið í fyrstu Borgini. Um Borgina Borgin er annars heitið á valsendingunum í útvarpinum hjá Kringvarpinum undan fólkatingsvalinum 5. juni. Føroyingar skulu velja umboð í tveir sessir í Fólkatinginum, og hesaferð bjóða seks flokkar seg fram. Á Borgini fáa flokkarnir høvi at greiða frá sínum politikki og svara spurningum. Flokkarnir fáa tvey umboð í part. Leisturin er í stuttum tann, at fyrstu umleið 20 minuttirnar tráðspyrja útvarpsvertirnir umboð fyri flokkarnar. Spurningarnir taka í høvuðsheitum støði í valskránni hjá flokkinum, umframt aðrar viðkomandi spurningar, ið kunnu knýtast uppí hesar. Síðani eru tvey stutt umfør, dagsins áheitan , har umboð fyri ymsar bólkar í samfelagnum fáa hvør sín minutt til at koma við eini áheitan spurningi til politikararnar, ið bjóða seg fram til fólkatingsvalið. Flokkarnir eru í útvarpsstovuni hesar dagar 23. mai Sjálvstýri 24. mai Tjóðveldi 27. mai Fólkaflokkurin 28. mai Javnaðarflokkurin 31. mai Sambandsflokkurin 3. juni Framsókn Borgin er heitið á valsendingunum í útvarpinum hjá Kringvarpinum undan fólkatingsvalinum 5. juni. Føroyingar skulu velja umboð í tveir sessir í Fólkatinginum, og hesaferð bjóða seks flokkar seg fram. Á Borgini fáa flokkarnir høvi at greiða frá sínum politikki og svara spurningum. Flokkarnir fáa tvey umboð í part. Leisturin er í stuttum tann, at fyrstu umleið 20 minuttirnar tráðspyrja útvarpsvertirnir umboð fyri flokkarnar. Spurningarnir taka í høvuðsheitum støði í valskránni hjá flokkinum, umframt aðrar viðkomandi spurningar, ið kunnu knýtast uppí hesar. Síðani eru tvey stutt umfør, dagsins áheitan , har umboð fyri ymsar bólkar í samfelagnum fáa hvør sín minutt til at koma við eini áheitan spurningi til politikararnar, ið bjóða seg fram til fólkatingsvalið. Flokkarnir eru í útvarpsstovuni hesar dagar 23. mai Sjálvstýri 24. mai Tjóðveldi 27. mai Fólkaflokkurin 28. mai Javnaðarflokkurin 31. mai Sambandsflokkurin 3. juni Framsókn Borgin er heitið á valsendingunum í útvarpinum hjá Kringvarpinum undan fólkatingsvalinum 5. juni. Føroyingar skulu velja umboð í tveir sessir í Fólkatinginum, og hesaferð bjóða seks flokkar seg fram. Á Borgini fáa flokkarnir høvi at greiða frá sínum politikki og svara spurningum. Flokkarnir fáa tvey umboð í part. Leisturin er í stuttum tann, at fyrstu umleið 20 minuttirnar tráðspyrja útvarpsvertirnir umboð fyri flokkarnar. Spurningarnir taka í høvuðsheitum støði í valskránni hjá flokkinum, umframt aðrar viðkomandi spurningar, ið kunnu knýtast uppí hesar. Síðani eru tvey stutt umfør, dagsins áheitan , har umboð fyri ymsar bólkar í samfelagnum fáa hvør sín minutt til at koma við eini áheitan spurningi til politikararnar, ið bjóða seg fram til fólkatingsvalið. Flokkarnir eru í útvarpsstovuni hesar dagar 23. mai Sjálvstýri 24. mai Tjóðveldi 27. mai Fólkaflokkurin 28. mai Javnaðarflokkurin 31. mai Sambandsflokkurin 3. juni Framsókn Eg vil hava tamarhald á hesum óskilinum, sum gongur fyri seg. Onnur reka ferðavinnu inni á einum øki, sum eg havi lagt nógvar pengar í at dríva og passa. Tað sigur Andr Kruse, festibóndi í Saksun, sum í hesum døgum setir upp gjaldsstøð á vegnum út í Pollin og á veg út á Lógv. Hann heldur, at Visit Faroe Island hevur gjørt eitt gott arbeiði, men hann heldur ikki, at tað er rætt at selja á tann, sum tað er selt. Vit fáa at vita, at tit skulu bara tiga og selja teimum kaffi og vaflur. Tað er ikki tað, eg havi ætlað mær. Eg fari ikki at baka vaflur, sum eitt prosent av ferðafólkunum keypa, sigur Andrá Kruse. Jóhannus Kallsarð, røktingarmaður og komandi festari í norðasta hagapartinum á Kallsoynni, Kallsgarði, vísur á, at hagin er slitin av mongu ferðafólkunum, sum ganga har og út á Kallin. Gøtan víðkast og kann vera runut, og seyðahaldið órógvast eisini. Seyðirnir eru so spakir av mongu fólkunum, at ringt er at reka. Jóhannus Kallsgarð heldur tí, at tað er neyðugt at taka gjald frá ferðafólkunum, bæði fyri at fáa inntøkur til viðlíkahald og at bøtu um viðurskiftini, og fyri at fáa meira burturúr ferðavinnuni. Høvuðsorsøkin er at fáa meira skipaði viðurskifti, og at bøta um trygdina, sigur Jóhannus Kallsgarð. Og tað er ikki bert á Kallsoynni, at bóndir hava ætlanir um at taka gjald og fara undir at skipa fyri tilboðum til ferðafólk. Við vaksandi talinum av ferðafólki eru fleiri hagapartar farnir at umhugsa hetta, og tí kann væntast, at hetta er eitt rák, sum fer at vinda uppá seg. Rákið byrjaði í Mykinesi, har hagastýrið metti tað neyðugt at seta í verk gjaldsskipan fyri at verja fuglalívið, og fyri at fáa inntøkur at bøta um gøturnar út í hólmin. Tað kostar í dag 100 krónur at fara útum bøgarðarnar í Mykinesi. Í Nípuhaga í Vágum kostar tað 450 krónur at ganga út á Trælanípuna við ferðaleiðara og 200 krónur uttan. Føroyingar sleppa ókeypis. Jóhannus Nattestad, ein av eigarunum í haganum, metir, at umleið 30.000 fólk hava gingið út á Trælanípuna um árið, seinastu árini. Hetta hevur havt við sær stórt slit, sum bæði hevur avleiðingar fyri fugla og plantulív og seyðahaldið. Seyðurin hevur flutt seg frá økinum kring trælanípuna ímóti øðrum hagum og gongum, og hagastýrið hevur verið noydd at taka 10 ær av haganum, og væntar at neyðugt verður at taka 10 ær av í heyst. Fyri at bøta um umstøðurnar hava hagaeigararnir gjørt íløgur í eitt parkeringspláss og í nýggjar og betri gøtur út á Nípuna, og hagin leigar ein skúr, har tey taka ímóti pengingi frá ferðafólki og bjóða kaffi og te. Stór ónøgd hevur eisini verið um mongu ferðafólkini á Saksun. Og Andr Kruse, ein av bóndunum í Saksunarvegur, er nú er farin at seta upp gjaldstøð við Pollin á veg út á Lógv. Hvør skal sleppa at ganga í føroysku fjøllunum Hvat vigar tyngri Hvørsmansrættur ella ognarrættur Hvar og hvørji eru náttúrufyrilitini Og hvør skal gjalda Og hvussu nógv Og til hvønn Saksun telist millum størstu nattúruperlurnar í Føroyum og hetta sæst aftur í talinum av ferðafólki. Vit vitja Andr Kruse, ið er bóndi í Saksun. Hvørji rættindi hevur ein bóndi, tá talan er um at nokta fólki ella krevja pening fyri at farið verður í hagan Og er munur á um talan er um landsjørð ella ognarjørð Hesir eru millum spurningarnar, ið vit seta Jógvani Páll Lassen, advokati. Hagafelagið og Bóndafelag Føroya umboða ymisk sjónarmið. Um ein hálvan tíma ella so verður orðaskifti millum Magnus Gaard og Siggert Patursson. Í Kalsoynnið er talið av ferðafólkið fleirfaldað farnu árini. Vit skifta orð við Jóhannus Kallsgarð, ið er bóndi á Trøllanesi miðskeiðis í sendingini. Í hvønn mun hevur Ferðavinnufelagið ella ferðavinnuveitarar eina skyldu til at samstarva við teir bøndir, sum varða av ymisku hagapørtunum Hetta er ein av spurningunum, sum vit seta Árna Olsen, ið er formaður í Ferðavinnufelagnum. Hvat merkir tað fyri føroyska ferðavinnu, at bøndir nú taka pening fyri at ganga í haganum Vit spyrja stjóran í Visit Faroe Islands, Guðrið Højgaard. Skulu vit hava visakortið uppi á okkum, um vit skulu í hagan Og skulu vit rinda við kassa 1, tá vit trína inn í ein haga, sum ein bóndi annaðhvørt eigur ella leigar frá landinum, tá ið vit fara at njóta Guds fríu náttúru Politiskt kjak millum Poul Michelsen, landsstýrismann í ferðavinnumálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, løgtingskvinnu fyri Fólkaflokkin, og Paula Trond Petersen, løgtingsmann fyri Tjóðveldi. Tú kanst hoyra sendingina her Leisturin er í stuttum tann, at fyrstu umleið 20 minuttirnar tráðspyrja útvarpsvertirnir umboð fyri flokkarnar. Spurningarnir taka í høvuðsheitum støði í valskránni hjá flokkinum, umframt aðrar viðkomandi spurningar, ið kunnu knýtast uppí hesar. Síðani eru tvey stutt umfør, dagsins áheitan , har umboð fyri ymsar bólkar í samfelagnum fáa hvør sín minutt til at koma við eini áheitan spurningi til politikararnar, ið bjóða seg fram til fólkatingsvalið. Flokkarnir eru í útvarpsstovuni hesar dagar 23. mai Sjálvstýri 24. mai Tjóðveldi 27. mai Fólkaflokkurin 28. mai Javnaðarflokkurin 31. mai Sambandsflokkurin 3. juni Framsókn Arbeiðir tú í Búð og Heimatænastanuni í Suðuroy, skal tú hava læknaváttan, um tú ert sjúk í meira enn tveir dagar. Men nú skal hendan mannagongdin fyri sjúkrafráveru, sum hevur verið galdandi í Bú og heimatænastuni í Suðuroy í tvey ár takast upp til nýggja viðgerð. Tað er niðurstøðan hjá Løgtingsins Umboðsmanni, sum hevur viðgjørt eina kæru frá Heilsurøktarafelagnum viðvíkjandi mannagongdunum viðvíkjandi sjúkrafráveru í Bú og Heimatænastuni í Suðuroy. Orsaka av óvanliga høgari sjúkrafráverðu broytti stýrið fyri Bú og Heimatænastuni mannagongdirnar fyri sjúkramelding hjá starvsfólkunum í juli í 2017. Heilsufrøktarafelagið fekk boð um hetta frá sínum limum í Bú og Heimatænastuni í Suðuroy í oktober í 17 og í november í 2017 vendi Sigmund Poulsen advokatur sær til stýrið vegna Heilsurøktarafelagið. Tann 25. januar í 2018 tekur Kommunala Arbeiðsgevarafelagið undir við stýrinum fyri Bú og Heimatænastuna. Mannagongdirnar eru ikki í stríð við nakrar reglur á økinum og tær rigga, sigur Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, sum vísir á, at sjúkfrafráveran er farin úr 7,5 prosentum niður í 4 5 prosent síðani nýggja leistin. Í febuar í 2018 kærir Sigmund Poulsen advokatur málið fyri umboðsmanninum vegna Heilsurøktarafelagið. Sigmund Poulsen førir millum annað fram, at tað er í stríð við fyrisitingarligar grundreglur, løgtingslóg um starvsmenn og at tað er ilt at siga, hvussu hetta ber til í praksis. Haraftrat, at ein læknaváttan ikki ger fólk frísk. Niðurstøðan hjá Løgtingsins Umboðsmanni er, at hóast meginreglan ikki er í stríð við nakra lóg, byggir hon á misálit á starvsfólkini. Sjúkrafrávera er ofta orsaka av vánaligum trivnaði og stýrið fyri Bú og Heimatænastuna hevur ongantíð greinað, hvat orsøkin var til høgu sjúkrafráveruna, vísir Umboðsmaðurin á í síni niðurstøðu. Undir viðgerðini av kæruni er komið fram, at onnur átøk hava verið sett í verk til tess at minka um fráveruna, og tað kann vera orsøkin til at sjúkrafráveran er minkað, at trivnaðurin er betur. Tað er brot á stýrisskipanarlógina, at sáttmálar eru gjørdir um H bygningin á Landsjúkrahúsinum, uttan at peningur er játtaður til endamálið. Tað er ábyrgdin hjá landsstýriskvinnuni í heilsumálum. Hon hevur helst ikki vitað um hetta, men tað júst er trupulleikin, sigur Bjørn á Heygum, advokatur. Hann er ikki iva um, at tað er Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í Heilsumálum, sum hevur ábyrgdina. Ein, sum sera fegin vil hava gamla sessin hjá Jean Claude Juncker í ES nevndini, er Frans Timmermans. BBC skrivar, at Timmermans lýsir støðuna, sum var hon tikin úr ráu sjónvarpsrøðina Game of Thrones. Væntað verður, at telvingin fer at vara í fleiri vikur, kanska mánaðir. ES valið hevði við sær, at teir báðir stóru tingbólkarnir á miðjuni mistu sín meirluta, meðan tey liberalu, nationalistarnir og tey grønu vunnu fram. Hetta merkir, at ES tingið gongur í fleiri bólkum nú, og at tað kann gerast tørførari at finna semju, samanborið við undanfarna valskeið. Á hesum fyrsta fundinum millum statsleiðararnar í dag lodda teir politiska dýpið og hvørji samstørv eru gjørlig. Aftrat formanssessinum í ES nevndini og í europeiska miðbankanum, skal nýggjur formaður finnast til Europaráðið og til uttanríkisleiðaran fyri ES. Nýggju embæltisfólkini skulu byrja 1. november, tó byrjar formaðurin í Europaráðnum 1. desember. Ein nýggj laksasjúka hevur fingið fastatøkur á føroysku firðunum. Sjúkan eitur AGD, og hon hevur longu kostað alifyritøkuni Luna 50 milliónir krónur. Vága kommuna hevur samtykt at loyva Luna at leiða vatn úr Hóssá út til aliringarnar, treytað av at báta og skipaferðslan ikki verður tarnað. Kirstin Eliasen, ph.d. í lívfrøði, sum starvast á Fiskaaling, sigur, at vit eiga ikki at stúra líka nógv fyri hesi sjúkuni sum ILA á sinni, sum at kalla beindi fyri alivinnuni. 85 ára gamla Britt Sofie ger av at fáa sær hundin Snowie í eini roynd at fáa lívshugin aftur, eftir at dóttirin er farin. Ein filmur um at vera góð við hundin við vón um at síggjast aftur í himlinum. Visti tú, at Noreg hevur sína egnu rúmdarætlan Á Andøya Space Center skjóta tey rakettir, sum millum annað máta norðlýsið og geva sítt ískoyti til rúmdargransking kring heimin. Vit hitta hjørtin, sum biddar breyð og revin, sum onki hevur ímóti at krúpa upp í fangið. Hyggjarar hava sent livandi myndir inn, her snýr tað seg um nærsamband. Kann kropsmálið ávirka hetta, hvussu tú ert og hvussu tú kennir teg á palli Henriette er við í eini roynd. Megnar hon at takkla nervøsitetin og gerast trygg framman fyri fólki, við at hon arbeiðir við kropsmálinum Bazhan er 19 ár og ber eitt familjuloyndarmál inni við seg sjálvan, hann hevur heldur ikki sagt tað fyri teimum, sum hann spælir kurvabólt saman við. Týski samveldiskanslarin, Angela Merkel, vil hava Manfred Weber, ið hoyrir til tann konservativa bólkin í Evropaparlamentinum, at avloysa Jean Claude Juncker sum formann í Evropanevndini. Men franski forsetin, Emmanuel Macron, ikki so mikið sum nevndi Weber sum eitt evni til sessin. Tað kom fram á toppfundi í Bruxelles í gjár, har ES statsleiðararnir tingaðust um, hvør skal setast í toppstørv í ES. Fimm størv eru leys. Umframt formanssessin í Evropanevndini, skal millum annað formanssessurin í evropeiska miðbankanum mannast. Har hevur Mario Draghi sitið higartil. Grindin varð sædd í Nólsoyarfirði um 9 tíðina, og grindin varð hildin at vera stór. Springararanir, sum vóru í bólkinum, vóru riknir úr bólkinum. Eg tosaði við ein grindaformann, sum metti grindina at vera umleið 150 hvalir. Nógv fólk og bátar eru við í drápinum, sigur Finnbogi Midjord við útvarpið. Katrin av Kák, Olga Biskopstø og Erla Olsen á Fróðskaparsetrinum hava gjørt eina kanning um happing í fólkaskúlanum fyri Mentamálaráðið. Tvær kanningar eru gjørdar um happing áður, og nýggja kanningin vísir, at tað gongur rætta vegin, tí í dag eru færri næmingar, sum siga seg vera fyri happing, enn í hinum báðnum kanningunum. Trivnaðurin í fólkaskúlanum er øktur samsvarandi batanum við happing. Í 2015 vóru tað 82 av næmingunum, sum trivust væl, meðan talið í dag er 84 . Munur millum stórar og smáar skúlar Kanningin bendir á, at tað er munur millum stóru og smáu skúlarnar, tí tað verður minni happað í stóru skúlunum. Happing á netinum Tað eru fleiri, sum verða happað á netinum enn í skúlanum. Hesin trupulleikin er lutfalsliga er á sama støði, sum í okkara grannalondum. Hjá gentunum snýr happingin á netinum seg serliga um persónliga niðurgering, meðan dreingirnir í størri mun kenna seg útihýstar frá bólkum og spølum á netinum. KÍ snávar, enn einaferð, tá tað telur, hóast teir vóru fáar minuttir frá at spæla seg í finaluna um Løgmannsteypið. HB haraftur ímóti trívist væl móti KÍ fyri tíðina. Tað hevur vakt ans, at sitandi danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, velur at koma til Føroya á vitjan meðan valstríðið til fólkatingið er í hæddini. Ætlanin er at hava almennan politiskan fund í Østrøm í Havn fríggjadagin klokkan 14, og øll eru vælkomin.Síðan gongur leiðin inn á Glyvrar til Bakkafrost, har aliídnaðurin er á skránni. Vitjanin endar á Koks, har ferðafólkavinnan og matstovuvinnan verða uppi at venda. Hans Engell, sum er politiskur viðmerkjari í Danmark, heldur, at endamálið við ferðini er at stuðla systurflokkinum hjá Vinstra, Sambandsflokkinum, at vinna sær ein fólkatingssess. Danski viðmerkjarin vil tó vera við, at ferðin hjá Lars Løkke Rasmussen eisini avspeglar tað framúr góða samstarvið, sum hevur verið millum teir báðar reyðu føroysku fólkatingslimirnar og bláa stjórnarleiðaran í Danmark. Tað er ósømiligt, at sitandi danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, sum eisini er formaður í danska Vinstra fllokkinum, kemur til Føroya mitt í valstríðnum til fólkatingið, fyri at ávirkað valið í Føroyum. Tað heldur Eirikur Lindenskov, politiskur viðmerkjari og blaðstjóri á Sosialinum, sum heldur, at endamálið við vitjanini er at flyta atkvøður frá Tjóðveldi til Fólkaflokkin og frá Javnaðarflokkinum til Sambandsflokkin. Hetta er at leggja seg beinleiðis upp í føroyska valstríðið, og tað hava vit ikki hava sæð áður frá einum sitandi donskum forsætisráðharra, sigur Eirikur Lindenskov, sum heldur, at talan er um eina desperata roynd at vinna bláa blokkinum í Danmark tvey umboð í Føroyum. Í dag vita systrarnar Nadja Kronqvist og Nathalie Lassila, at mamma teirra ikki var edrú, tá tær vóru smáar. Men tá skiltu tær ikki, hví hon brádliga læt tær vera einsamallar, og hví hon ongan frið hevði á sær, tá hon var har. Hann spyr eisini, um fiskiskapurin hjá útlendingum verður skrásettur, so hann er við í hagtølunum um fiskiskap í føroyskum sjógvi. Kári P. Højgaard sigur, at hann í fjør heyst gjørdi landsstýrismannin í fiskivinnumálum varugan við, at hann hevði fingið at vita frá einum suðuroyingi, at útlendingar leigaðu sær bát at rógva út avmarkað tíðarskeið. Teir vóru væl útgjørdir, arbeiddu fiskin sjálvir og høvdu fiskin við sær av landinum. Hetta endurtekur seg í ár, sigur Kári P. Højgaard og vísir til grein á Vágaportalinum. Tá útlendingar koma higar við reiðskapi og frystiútgerð og royna í nógvar dagar, má talan vera um vinnuliga veiðu, sigur Kári P. Højgaard. Hann leggur afturat, at er talan um ólógliga veiðu, má hon steðgast. Inntøkurnar hjá kommununi og avlopið vóru størri enn mett, og útreiðslurnar til rakstur og íløgur vóru minni enn roknað varð við í fíggjarætlanini fyri 2018. Nettoskattainntøkan hjá kommununi, tað er eftir at rentustuðulin er drigin frá, er 55,5 milliónir krónur, sum eru 100.000 krónur meira enn í 2017. Tað eru fleiri, sum vilja vera við, at tá tey hava skrivað eini boð á internetinum til vinfólk um eitt nú ferðir til heitari lond, ja so síggjast lýsingar av júst umrødda ferðamálinum á heimasíðum, sum viðkomandi seinni vitjar. Facebook og Google hava váttað, at tey hava neyðugu tøknina til at eygleiða og at lurta eftir privatum samrøðum, men tey avvísa allar skuldsetingar um, at tøknin verður nýtt. Tí nú eru 18 umsóknir, fimm føroyskar og 13 útlendskar. Tá freistin var úti fyrru ferð, vóru tríggjar umsóknir, tvær føroyskar og ein útlendsk. Men útlendska umsóknin varð vrakað, tí mett varð, at hon leyk ikki krøvini. Setanarbólkurin er longu farin at viðgera tær 18 umsóknirnar. Freistin at søkja fór á midnátt. Stýrið fyri Fróðskaparsetrið gjørdi av eftir tilmæli frá setanarbólkinum at lýsa rektarastarvið leyst av nýggjum, so fleiri fingu høvi at søkja. Minni dentur varð nú lagdur á kravið um fyrisitingarligar og málsligar førleikar. Og tað var ikki longur eitt krav, at rektarin skal hava granskingarførleikar. Hetta er tó bara eitt loyvi av fleiri. Men hetta er týdningarmesta loyvið hjá felagnum, sum nú kann halda fram við fyrireikingunum. Tað sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi. Flogið verður beinleiðis, og flogferðin tekur seks tímar. Flogið verður til Newark flogvøllin. Arbeitt verður við einari ætlan, sum sigur, at ferðaseðilin fer at kosta 5.000 krónur aftur og fram. Jóhanna á Bergi er annars í París, har tíðindafundur var í gjár um flúgvingina hjá Atlantsflogi til Fraklands í summar. Tann flúgvingin byrjar 1. juli. Sambært Heimsheilsustovninum, kanst tú fáa diagnosuna Bundin av telduspølum , um spælið ávirkar heilsuna, trivnaðin ella sosialu menningina hjá tær. Øll 194 limalondini í WHO taka undir við nýggju diagnosuni. Uttanríkisráðið sendir í næstum sendifólk til Kina, hóast upprunaligi boðskapurin hjá landsstýrismannin var, at talið av sendistovum skuldi avmarkast. Posta er nú lýst til sølu. Uttanríkis og Vinnumálaráðið stendur formliga fyri søluni og hevur gjørt avtalu við SÓKN advokatar um saman við Hammer Consulting at koma við ráðum í sambandi við søluna. Tey, sum vilja keypa Posta, skulu lata inn tilboð í seinasta lagi 17. juni. Ætlanin er at avgreiða søluna um miðjan juli í ár, sigur Uttanríkis og Vinnumálaráðið. Beint fyri árslok í fjør samtykti løgtingið við stórum meiriluta at geva landsstýrinum loyvi at einskilja Posta, tað er at selja partabrøvini í Posta, sum landið nú eigur hundrað prosent. Løgtingið sigur, at P f Postverk Føroya skal tó framvegis hava einkarrættin og skylduna hjá landinum at flyta og bera út post næstu tíggju árini, so tað noyðist keypari at gera. Tá Posta verður selt, verða eisini rætturin at gera og selja frímerki í tíggju ár seldur. Partapeningurin, sum nú er til sølu, er 43 milliónir krónur. Partabrøvini verða lýst til sølu undir einum. Tað ber tí bara til at bjóða uppá partabrøvini samlað. Men Óðinshædd 2 í Havn, sum er høvuðssætið hjá Posta, kann seljast fyri seg. Og útreiðslurnar til rakstur og íløgur vóru minni enn roknað varð við í fíggjarætlanini fyri 2018. Bygdarráðið hevur samtykt roknskapin hjá Nes kommunu fyri 2018. Avlopið hjá Nes kommunu var 3,4 milliónir krónur størri enn mett. Eisini íløgurnar kostaðu minni í fjør enn mett, 2,8 milliónir krónur minni. Kórini, sum luttóku á festivalinum vóru hesi Panumkoret Xperiment Miðnámskórið á Kambsdali Tarira Kórið í Christianskirkjuni Gøtu Kirkju Ungdómskór Kór Glyvra kirkju Morgunkórið Tórshavnar manskór Vestmanna sangkór Havnarkórið Glymur Fuglafjarðar sangkór Tórshavnar kamarkór Felagskórið Eisini ber til at hoyra eina samrøðu við Knút Olsen, sum frá Konsertfelagnum fekk serstakan heiður til minnis um Ólav Hátún Meinhard Jensen leggur til rættis. Spæl føroyskt Kaj Klein, Herman Jacobsen, Martin Djurhuus, Kári Sverrisson, Niels Midjord og Eilin Hansen, Maria Eide Petersen, Vilhelm Juul Andreasen, Sangkórið í Betesda, Ebenezer og Siloa, Nikodemussangbólkurin Í Snipp snapp eru teknifilmar, ið eru ætlaðir smáum børnum. Snipp snapp er hvørt mikukvøld og verður endursent hósdag og um vikuskiftið. Í dag vitja vit tvær summarframsýningar My own space í Steinprenti og Summarlist 2019 í Posthúskjallaranum í Klaksvík. Í Steinprenti hitta vit Kinnu Poulsen, ið hevur sett framsýningina upp, og tað verður fyrst í sendingini. Í byrjanina av seinra tímanum fara vit til Klaksvíkar, har vit hitta Jórun Høgnesen, sum hevur sett upp framsýningina Summarlist 2019 í Posthúskjallaranum. Eisini hitta vit Edward Fuglø, fjøllistarmann, ið eigur eitt av høvuðsverkunum á Summarlist 2019, nevniliga 5 metrar stóru installatiónina Whale War. Knút Háberg Eysturstein lat herfyri bókina Heimurin, ið hvarv sangtónaskaldið Regin Dahl og føroyska tjóðin úr hondum. Jógvan Isaksen ummælir nýggja verkið. 4. september eru 140 ár liðin síðani tónaskaldið og listamálarin Jógvan Waagstein varð føddur, og í hesum sambandi verður skipað fyri einum serligum hátíðarhaldi í Klaksvík fríggjadagin, tá ein bringumynd av Jógvani Waagstein verður avdúkað í nýggju lundini í miðbýnum í Klaksvík. Vit fregnast um skránna, samstundis sum vit eisini hitta sytskini Gullu Øregaard og Eyðun Waagstein, ið eru abbabørn hjá Jógvani Waagstein. Fyri sløkum tveimum vikum síðani andaðist heimskendi arkitekturin I. M. Pei 102 ára gamal. Og saman við Alberti Isfeld, arkitekti, minnast vit I. M. Pei, ið óiva er mest kendur fyri at hava teknað glaspyramiduna til Louvre listasavnið í París. Tú kanst hoyra sendingina her Søkt verður nú av nýggjum eftir stjóra til Landsverk. Heðin Mortensen, landsstyrismaður í Samferðslumálum hevur vrakað tilmælið frá setanarnevndini, sum mælti honum til at seta ein av teimum tíggju umsøkjarunum, sum vóru til starvið. Og tað at landsstýrismaðurin bert hevði tann eina valmøguleikan, er orsøkin til, at starvið nú verður lýst leyst av nýggjum, sigur Heðin Mortensen. Seinast Landsverk setti nýggjan stjóra tað var í 2011, vóru eisini 10 umsóknir til stjórastarvið. Nú sleppa minni føroyskar ítróttargreinar framat á flatskíggjum kring landið. Televarpið og ÍSF hava gjørt avtalu um at senda ítrótt beinleiðis á pallunum hjá Televarpinum. Avtalan er galdandi fyri 2019 og 2020. Ætlanin er, at ítrótturin verður sendur á Rás1, um televarps appina og á netvarpinum á adressuni tv.fo. Landsstýriskvinnan sigur, at hon hevur ábyrgdina av, at Landsverk hevur bundið landið til útreiðslur, sum merkja, at H bygningurin ikki kann gerast liðugur uttan eykajáttan, men rætta loysnin er ikki at fara. Í kanningini av meirnýtsluni á Glasi viðmerkir Landsgrannskoðanin, at Mentamálaráðið bara eina ferð spyr eftir sokallaða fíggjarstýringsskjalinum, sum vísir, hvussu nógv Landsverk hevur bundið seg fyri, og hvussu nógv er eftir av játtanini. Sirið Stenberg hevur ikki spurt eftir fíggjarstýringsskjalinum, síðan hon fekk ábyrgdina í 2015. Á heimasíðuni hjá Kongshúsunum stendur, at Fríðrikur, krúnprinsur aftur hevur fingið ein diskusprolaps, sum ger, at hann noyðist avlýsa sína luttøku í Royal Run. Tað var í roynd og veru av reinari tilvild, at Anna og Hossein valdu eitt funkishús frá 1936, tá tey leitaðu eftir nýggjum bústaði í Lund. Men tilvildin varð skjótt til eina kærleikssøgu. Men tað at varðveita gamla stílin og samstundis gera tey gomlu funkishúsini nýmótans vísti seg ikki at vera so einfalt. Val var annars í landinum tann 9. apríl í ár, men tað er ikki eydnast ísraelska forsætismálaráðharranum, Benjamin Netanyahu, at gera stjórn. Men fyri at fáa meiriluta hevði flokkurin tørv á stuðli, men orsakað av ómejum millum Netanyahu og nakrar av smærri flokkunum um herskyldu, eydnaðist ikki at gera samgongu, áðrenn freistin fór á midnátt. Fríðrikur, krúnprinsur, fer ikki at renna í Klaksvík til Royal Run, sum er leygardagin. Prinsurin hevur aftur fingið ein diskusprolaps, sum ger, at hann noyðist avlýsa sína luttøku í Royal Run. Guttorm Sørensen, rennari og ein fyriskiparunum, sigur tað vera harmiligt, at Fríðrikur krúnprinsur noyðist at sita á síðulinjuni og hyggja at, meðan føroyingar renna Royal Run í Klaksvík leygardagin, men hetta broytir ikki tiltakið. Sjey fólk eru deyð, og 21 fólk eru enn ikki komin aftur í aftur, eftir at ein bátur við ferðafólki í hvøldist í Donau ánni í Budapest í gjár. Veðrið í Budapest hevur ikki verið av tí besta seinastu dagarnar vatnstøðan í Donau ánni hevur verið høg, og hetta hevur seinkað bjarningararbeiðinum. Orsøkin er, at tey eru í gongd við at kanna eitt politimál, og tí hava tey avbyrgt vegin. Løgreglan vil í løtuni ikki upplýsa, hvat málið snýr seg um. Hóttanir og harðskapsroynd móti løgregluni var orsøkin til, at eitt vegastrekki í Havn varð avbyrgt í morgun. Løgreglan bað fyrrapartin fólk um at halda seg burtur frá økinum. Um 9 00 tíðina varð løgreglan borðsend til húsaófrið. Tá tey koma á staðið, er ein maður sum hóttir løgregluna, og tí varð vegurin avbyrgdur, til maðurin varð handtikin stutt fyri klokkan 11 00. Bakkafrost hevur eisini staðfest laksasjúkuna AGD í sínum aliringum men alifyritøkan hevur ikki upplivað sama sjúkuútbrot sum Luna gjørdi í fjør heyst. Tað sigur stjórin í Bakkafrost, Regin Jacobsen. AGD er ein táknusjúka, sum rakar laks. Hon stavar frá amøbum, sum seta seg í táknirnar og gevur bruna, so at laksurin hvalist. Hon hevur herjað í heitari sjógvum í fleiri ár men hevur spakuliga nærkast Føroyum. Sjúkan varð fyrstu ferð staðfest í 2014, og í fjør heyst rakti hon Luna meint. Alt í alt kostaði AGD útbrotið eini 50 milliónir krónur, metir Atli Gregersen, stjóri í Luna, sum mátti taka laks úr aliringunum áðrenn tíð. Tað vísir seg, at amøban kann reinsast av laksinum við feskvatni og eins og við lúsuni. Bakkafrost viðger eisini laksin við feskvatni ikki úr áum men frá tænastuskipunum eitt nú brunnbátum. Sambært Landsverki, so fer tiltakið at ávirka ferðsluna allan dagin. Partar av býnum verða stongdir fyri gjøgnumkoyrandi ferðslu ávís tíðarskeið. Nýstovnaða felagið Heimafriður finst hvassliga at Umhvørvisstovuni. Í tíðindaskrivi til miðlarnar skrivar felagið, at Umhvørvisstovan raðfestir fugl hægri enn menniskju. Orsøkin til ónøgdina hjá felagnum, sum arbeiðir ímóti larmi, ella ljóðdálking, sum tað eisini verður rópt, er at skip í kunngerð frá 2017, ikki mugu larma nærhendis fuglabjørgum á teimum støðum í Føroyum, sum eru ramsar øki. Samstundis er ein eingin kunngerð, sum verjir fólk móti larmi frá skipum. Felagið skrivar Fyri fólk, sum noyðast at liva við ótolandi larmi frá skipum, kenst tað tragikomiskt, at ein kunngerð er, sum verjir fugl frá skipalarmi. Politiskt hevur mann samtykt at verja fugl, meðan tað vísir seg ikki at bera til at seta eina kungerð í gildi, sum verjir fólk. Felagið Heimafriður undrast á, hvussu tað kann bera til, at ein kunngerð, sum verjir fólk í Føroyum ímóti larmi frá skipum, ikki er sett í gildi. Felagið heitir tí á Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu við umhvørvismálum, um at seta í gildi kunngerð, sum skal verja fólk í bústaðarøkjum ímóti óljóði frá havnaløgum. Amerikanski forsetin leggur nú trýst á Meksiko. Í eini roynd at trýsta Meksiko til at hjálpa sær at steðga tilflytingina til USA við markið millum londini, boðar forsetin nú frá, at 10. juni verður ein tollur á fimm prosent lagdur á allar vørur úr Meksiko. Forsetin lýsti fyrr í ár undantaksstøðu í Usa í eini roynd at fáa fíggingingina til at byggja múr á markinum millum londini. Tað er við heimild í somu undantaksstøðu, at Trump forseti nú leggur toll á alla meksikanska vøru. Tað er ikki greitt enn, hvussu meksikanar svara aftur. Sambært meksikanska sendimanninum Norðuramerika, Jesus Seade, noyðist Meksiko at svara aftur við líknandi tiltøkum. BBC skrivar, at Trump forseti ætlar at hækka tollin 5 prosent um mánaðin til 1 oktober, tá tollurin á allar meksikanskar vørur verður fastlæstur á 25 prosent. Rættiliga nógvar amerikanskar fyritøkur framleiða sínar vørur í Meksiko. Eitt nú verða hundratúsundtals amerikanskir bilar framleiddir í Meksiko. Vilja bretar fara úr ES uttan nakra avtalu, so er tað í lagi. Vilja bretar verðaverandi í ES, so er tað eisini í lagi. Men vilja teir hava eina aðra avtalu enn hana sum Theresa May, forsætisráðharri gjørdi við ES í fjør, so er tað ikki møguligt. Tað er greiðu boðini frá samráðingarleiðaranum hjá ES, Michel Barnier, nú Theresa May hevur gjørt av at leggja frá sær sum forsætisráðharri. Nýggi bretski forsætisráðharrin fær úr at gera, tí hann skal syrgja fyri, at ein avtala fæst við ES, sum parlamentið kann góðkenna. Tað eydnaðist ikki hjá at fáa fáa eina avtalu góðkenda Theresu May, tí tríggjar ferðir feldi parlamentið avtaluna, sum hon gjørdi við ES. Fleiri bjóða seg fram at taka við eftir Theresu May, og øll hava boðað frá, at tey ætla at fara undir samráðingar við ES um eina nýggja avtalu. Verður tann parturin av avtaluni ikki broyttur, so vænta nógv, at Norðurírlad verður verandi í tollsamgongu við ES, eftir at Bretland fer burturúr samveldinum. Og tað vilja norðurírar ikki. Michel Barnier sigur, at tíðin er farin frá samráðingunum, og at tað ikki fer at bera til at finna nakra aðra loysn, áðrenn freistin hjá bretum at fara úr ES, gongur út 31. oktober. Samstundis verður tosað um, at júst samráðingarleiðarin, Michel Barnier, kanska verður nýggjur formaður í ES nevndini, og tí fær hann stóra ávirkan á gongdina. Barnier leggur kortini aftrat, at tá avtalan er góðkend og undirskrivað, kunnu partarnir fara undir at tosa um onnur viðurskifti. Millum annað um eina langtíðarloysn á markinum ímillum Írland og Norðurírland. Fyrrverandi uttanríkisráðharrin, Boris Johnson, sum verður mettur at standa seg best sum eftirmaður hjá Theresu May, hevur sagt, at bretar fara úr ES 31. oktober, uttan mun til, um nøkur avtala er fingin í lag. Formaðurin í Brexit flokkinum, sum vann stórsigur á valinum til ES tingið, Nigel Farage, hevur svorið, at hann fer at stríðast fyri einum hørðum brexit, sum merkir, at eingin avtala verður gjørd við ES. Knappliga boðaði Lars Løkke Rasmussen, forsætismálaráðharri, frá, at hann kom til Føroya at reka valstríð hvussu nógv pláss eigur forsætismálaráðharrin at fáa í føroysku miðlunum. Tá Elin Brimheim Heinesen var átta ára gomul, gjørdi ein maður seg kynsliga inn á hana. Upplivingin var ræðulig og hevur brent seg inn í hennara sál. Elin hevur valt at siga sína søgu, tí tað er umráðandi ikki at liva langt lív sum offur, men koma til sættis við ræðuleikan, sum var. Hjalmar Zachariassen ger nú eina nýggja roynd at stilla upp við egnum flokki. Ætlanin var upprunaliga slept, tá ið Hjalmar Zachariassen meldaði seg upp í nýstovnaða flokkin Framtakið fyri rættinum at velja kannabis, men stutt eftir gjørdi hann av at taka seg úr aftur flokkinum. Hjalmar Zachariassen søkir eftir fólki at hjálpa sær at savna undirskriftir. Fyri at stilla upp til løgtingsval sum nýggjur flokkur, krevjast 800 undirskriftir. Føroyskir studentar gjørdu hendan dagin í 1919 eina útferð í Norðmansdalin, sum er ein partur av økinum við Fredensborg Slot á Norðursælandi. Í sendingini hoyra vit samrøðubrot við millum annað Kjartan Mohr, Paula Dahl og Leif Waagstein, sum ongantíð eru spæld alment fyrr. Jákup Mørkøre gjørdi samrøðurnar í 1969 í sambandi við eina serritgerð í studentaskúlanum í Hoydølum. Kjartan Mohr greiðir frá, hvussu var at bera flaggið í Norðmansdalinum, og Pauli Dahl tosar um, hvussu Merkið varð til. Leif Waagstein greiðir frá rokmiklu løtuni við tinghúsið ólavsøkudag í 1930, tá Dannebrog varð skorið niður. Setanarbólkurin sum mikudagin kom við tilmæli um nýggjan stjóra til Landsverk, instillaði bara ein persónin til starvið, tí setanarbólkurin metti, at bert tann eini umsøkjarin kundi innstillast til stjórastarvi á Landsverk. Hann sigur, at tað var ein samdur setanarbólkur, sum kom við tilmælinum, og viðkomandi, sum tey mæltu til at seta, var væl skikkaður til uppgávuna. Men landsstýrismaðurin í Samferðlumálum hevur gjørt av at søkja eftir stjóra av nýggjum, tí hann metti at ein innstilling var ov lítið. Men tað hevur onki við innstillaða persónin at gera, segði Heðin Mortensen, landsstýrismaður í Samferðlumálum við útvarpið mikudagin. Landsverk hevur havt fyribilsleiðslu síðan desember í fjør, tá Ewald Kjølbro varð koyrdur úr starvi eftir byggigøluna í Marknagili. Tað kostar hálva millión at seta ein í starv afturat umborð á Ternuni í summarhálvuni, og tað røkkur játtanin hjá Strandferðsluni, sum er, ikki til. Tað sigur stjórin í Strandferðsluni, Hilmar Eliasen, sum tó fer at gera eina roynd at finna pengar til sætta mannin umborð. Hann leggur afturat, at trupulleikin í øllum førum verður loystur næsta ár, tá nýggja Nólsoyarferjan kemur. Knút Háberg Eysturstein hevur diskað í mong ár. Fyrst var tað undir heitinum Knýtil og síðani eitt skifti sum Ubernørd , hetta seinna vegna tað, at stílurin meiri fór yvir í evropeiskan elektrotónleik. Annars hevur Knút gjøgnum tíðina borðreitt við mongum sløgum av tónleiki, til dømis disko, soul, funk og 80 ara poppi. Í kvøld verður so fyrstu ferð, at Knút ella Knýtil fer at diska við jazzi. Spurdur um, hvussu man leggur eitt slíkt kvøld til rættis, sigur Knút, at hann hevur fyrireikað seg væl og valt tónleik til kvøldið. Men royndirnar vísa, at tað altíð gerst øðrvísi, enn man hevði ætlað sær. Tí velur Knút at lodda dýpið , tá kvøldið kemur, tó so, at tað í ein ávísan mun verður tónleikur frá tí hendingarríka árinum 1959. Hetta var árið, har cooljazzur sá dagsins ljós, og fleiri útgávur gjørdust hornasteinar. Tiltakið í Blábar byrjar klokkan 23 í kvøld Nýggjastu veljarakanningarnar vísa, at Reyði blokkurin, ið peikar á Mette Frederiksen úr danska Javnaðarflokkinum sum forsetisráharra, er væl frammanfyri tey bláu, ið vilja hava Lars Løkke Rasmussen úr Vinstra at halda fram. Spurdur um, hví hann ikki vitjar í Grønlandi, segði hann, at hann hevur verið til tiltak í Grønlandshúsinum í Keypmannahavn, og at tað orsaka av frástøðuni ikki liggur fyri. Tað er óvanligt, at danskir forsetisráðharrar vitja Føroyar undir valstríði, og fyri fýra árum síðani avlýsti Margretha Drotning eina føroyavitjan, tí hon ikki vildi ávirka føroyska valstríðið. Forsetisráðharrin duldi ikki fyri, hvønn hann vil hava fólk at velja, men noktaði fyri, at vitjanin í Føroyum er tað sama sum at blanda seg. Føroya Váðaráð heldur ikki, at tekin eru um, at systemiskir váðar eru í føroyska bankageiranum, men heldur tó eyga við viðurskiftum, ið kunnu ávirka fíggjarliga støðufestið. Tað er niðurstøðan, eftir at Føroya Váðaráð hevur verið á fundi fyri sættu ferð. Útlánsvøksturin økist framhaldandi og Føroya Váðaráð heldur tí eyga við, hvussu skjótt útlánini vaksa, boðar Føroya Váðaráð frá í tíðindaskrivi seinnapartin. Útlán til vinnuna sum heild vaksa ikki merkisvert, men útlánsvøksturin er stórur í einstøkum vinnugreinum, eitt nú í byggivinnuni. Útlán til kommunur og almennar fyritøkur vaksa skjótast men tey hava minni váða fyri peningastovnarnar enn útlán til privata geiran. Tó kann útláns vøksturin til tað almenna vísa seg ikki at vera skynsamur í núverandi búskapar gongd, tí fíggjarpolitikkurin í verandi støðu ikki eigur at stimbra eftirspurningin í búskapinum, vísir Váðaráðið á. Umboð frá Det Systemiske Risikor d luttóku á fundinum við Føroya Váðaráð. Farið er undir at greina kapitalbuffaran í Føroyum, og tað verður gjørt í samstarvi millum Føroya Váðaráð og danska váðaráðið. Hóast hann verður lagdur undir at leggja seg út í valstríðið í Føroyum, sigur Løkke, at tað er púra náttúrligt, at hann leggur leiðina higar stutt fyri valið, tí hann er eisini forsætisráðharri hjá føroyingum. Lars Løkke Rasmussen veit, at fólkatingsvalið kann gerast javnt millum báðar veingirnar í fólkatinginum, og tí roynir hann at gera alt, hann er mentur, at fáa atkvøður, eisini í Føroyum. Tey sjey træseglskipini í flaggsiglingini komu til Keypmannahavnar seinnapartin í gjár, og tey liggja nú við Norðuratlantsbryggjuna, har nógv ymisk tiltøk eru á skránni. Fred Ruddick, fyriskipari, noyðist at brúka nógva tíð at verja festivalin og útlendsku bólkarnar, sum eru undir trýsti frá náttúrufelagsskapum. Tað stendur millum annað í tíðindum, sum Føroya Váðaráð sendi út seinnapartin í gjár, eftir at ráðið hevði hildið sín sætta fund, síðani tað varð stovnað. Seinastu tíðina eru serliga prísirnir í størri bygdunum vaksnir nógv, men sethúsaprísirnir vaksa eisini í Tórshavn, skrivar váðaráðið. Sambært hagtølum hjá Betri var miðalprísurin fyri sethús í Havn 4. ársfjórðing í 2018 2,74 milliónir, fyri sethús í størri bygdum 1,42 milliónir og fyri sethus í smærri bygdum 962.000 krónur Fyrsti skúlastjórin skal mynda og skipa byrjanina hjá Føroya eftirskúla, millum annað, hvussu skúlin skal innrættast, og hvussu undirvísingin verður. Hendan almenna játtanin tryggjar, at Fiskaaling heilt ella lutvíst hevur møguleika at fíggja verkætlanir, sum geva okkum vitan um aling. Afturat almennu pengunum eru inntøkur frá ymiskum tænastum, sum Fiskaaling veitir føroysku alivinnuna, og altjóða stuðul í sambandi við ymiskar granskingarverkætlanir. Hvat skal eg gera, spurdi ein lurtari, sum hevði trupulleikar av, at sambandið við hini bæði systkini, sum búgva uttanlands, er versnað seinnu árini. Skal eg halda fram við at skriva og ringja, ella skal eg bara lata tað fara, spurdi viðkomandi panelið, sum í morgun var mannað við Bergi Debes Joensen, Ásu Andreasen og Janusi Poulsen. Halt fram við at skriva og ringja, men følir tú, at bara tú ert áhugað í at halda sambandið við líka, so skalt tú kanska umhugsa at gevast, svaraði panelið. Umframt henda spurningin, skuldi panelið eisini svara uppá spurningin um, hvat foreldur at einari 16 ára gamlari gentu, sum hevur fingið sær sjeik, sum áður hevur hevur tikið rúsevnir, skulu gera. Og tvístøðan í morgun var um eina kvinnu, sum í flogfari kom at sita undir liðini á einum heldur stórum manni, sum breiddi seg meira enn gott er. At enda svaraði panelið stutt uppá ein spurning um happing. Øssur Egholm var teknikari í morgun og í útvarpsstovuni var Sveinur Tróndarson. Tað søgdu tey bæði Christian Juhl og Merete Sælsbæk, sum eru framsøgufólk um Føroyar og Grønland hjá ávikavist Eindarlistanum og Konservativa Fólkaflokkinum, í kjaki um ríkisfelagsskapin og danskan uttanríkispolitikk í P1 í gjár. Næsta stóra norðurlendska mentanartiltakið verður í Kanada á vári 2021. Tað hava mentamálaráðharrarnir í Norðurlondum, teirra millum er Høgni Hoydal, landsstýrismaður, avgjørt. Undanfarin ár hava stórbýir sum London og Washington hýst stóru felags norðurlendsku mentanartiltøkunum. Har hava eisini føroyingar verið við. Føroyingar vera somuleiðis við í Kanada. Endamálið við hesum felags norðurlendsku mentanarátøkunum kring heimin er at styrkja samspælið millum norðurlendsku mentanargeirarnar og umheimin, at vísa umheiminum norðurlendska mentan og skapa meirvirði fyri listafólkini, sum eru við. Í Kanada um tvey ár verður dentur serliga lagdur á list, sum hevur ein burðardyggan vinkul og á listafólk, sum kanna burðardygd í teirra arbeiði og hava ein málsetning um at arbeiða CO2 nevtralt. Nummar Bátanavn Tíð Stig Gult kort Reytt kort 1 Blikur 05 27.19 7 0 0 2 Drekin 05 28.28 6 1 0 3 Rókurin 05 34.49 5 0 0 4 Frúgvin 05 36.14 4 0 0 5 Kollur 05 37.20 3 0 0 6 Firvaldur 05 38.05 2 0 0 7 Fenja 05 39.31 1 0 0 8 Báran 05 46.48 0 0 0 9 Sílið 05 47.11 0 0 0 10 Ørnin 05 48.33 0 0 0 Nummar Bátanavn Tíð Stig Gult kort Reytt kort 1 Heykur 05 15.12 7 0 0 2 Firvaldur 05 15.31 6 0 0 3 Drekin 05 17.23 5 0 0 4 Royndin Fríða 05 19.06 4 0 0 5 Karin 05 20.04 3 0 0 6 Sílið 05 20.08 2 0 0 7 Tjaldrið 05 20.47 1 0 0 8 Ørnin 05 27.02 0 0 0 9 Jallurin 05 28.18 0 0 0 10 Teistin 05 43.09 0 1 0 Nummar Bátanavn Tíð Stig Gult kort Reytt kort 1 Hvessingur 04 59.07 7 0 0 2 Gongurólvur 05 06.27 6 0 0 3 Herningur 05 09.48 5 0 0 4 Riddarin 05 14.07 4 0 0 5 Jarnbardur 05 15.08 3 0 0 6 Strálan 05 15.26 2 0 0 7 Lómur 05 18.16 1 0 0 8 Páll Fangi 05 17.14 0 0 0 Nummar Bátanavn Tíð Stig Gult kort Reytt kort 1 Erla Kongsdóttir 05 27.35 7 0 0 2 Havfrúgvin 05 24.20 6 0 0 3 Teistin 05 34.29 5 0 0 4 Svanur 05 36.43 4 0 0 Nummar Bátanavn Tíð Stig Gult kort Reytt kort 1 Ormurin Langi 04 40.33 7 0 0 2 Suðuroyingur 04 41.16 6 0 0 3 Havnarbáturin 04 42.31 5 0 0 Innsløg og samrøður frá Royal Run 2019, tá Krúnprinsurin fer at renna tíggju kilometrar á Norðoyastevnu í Klaksvík. Tá Krúnprinsurin bleiv 50 ár í fjør, varð skipað fyri Royal Run 2018. 70.000 fólk í fimm ymiskum býum í Danmark luttóku og avrátt varð at endurtaka tiltakið í ár. Royal Run 2019 byrjar í Klaksvík, har føroyingar í hópatali fara at renna ella ganga saman við Krúnprinsinum. Í Klaksvík var bæði Royal Run og Norðoyarstevna, meðan í Havn vóru tað serliga fótbóltsfjepparar, ið settu sín dám á býin, nú Champions League finalan varð spæld í gjárkvøldið. Hana vann Liverpool 2 0 móti Tottenham. Av Politistøðini verður sagt, at løgreglufólk hava verið út og gingið millum fólk, og tað hevur fyribyrgt fleiri illstøðum, sum skjótt kundu endað sum harðskapsmál, í bæði Klaksvík og Havn. Í einum førum hava grannar hjá einum skeinkistaði í Havn klagað um ov nógvan larm. Tað vísti seg, at bæði vindeygu og hurðar stóðu opin. Og so er ein útlendingur tikin fyri at koyra ávirkaður í Havn. Løgreglan hevur enn ikki endaliga staðfest, hvør maðurin er, so hann situr enn í varðhaldi. Klokkan hálvgum tíggju fóru mannningarnar av træseglskipunum og føroyingar í Keypmannahavn við merkinum á odda av Norðuratlantsbryggjuni. Merkið bar Kjartan Mohr, sáli, ið tá lærdi skipasmíð í Danmark og nú hundrað ár seinni er tað abbasonur Kjartans, Mouritz Mohr, skipasmiðjustjóri, ið ber Merkið. Aftur til Føroya verður lagt inn í Lerwick í Hetlandi, tí tað vóru bretar, sum fyrstir viðurkendu Merkið. Teir høvdu hersett Føroyar undir krígnum og kravdu, at føroysk skip sigldu við øðrum flaggi enn Dannebrog. MYNDIR Tórður Mikkelsen Diplomatiskar siðvenjir leggur amerikanski forsetin einki í, sum til dømis at lata vera við at gera viðmerkingar um innanhýsis politisk viðurskifti í øðrum londum serliga tá talan er um sameind í NATO. Donald Trump er á veg til Bretlands á almenna vitjan, og hevur undan vitjanini sagt við bretska blaðið The Sun, at parlamentslimurin Boris Johnson hevði verið ein góður formaður fyri Konservativa flokkin og forsætisráðharri í Bretlandi. Sjálvur hevur Boris Johnson onga viðmerking gjørt til orð amerikanska forsetans, men bretsku miðlarnir eru á tremur við viðmerkingum um tað óvanliga, at amerikanski forsetin á hendan hátt leggur seg út í, hvør hann heldur eigur at avloysa Theresa May í Downing Street 10. Donald Trump er eisini jaligur, tá hann verður spurdur um Jeremy Hunt, uttanríkisráðharra, men bretska umhvørvisráðharran, Michael Gove heldur amerikanski forsetin lítið um. Orsøkin er, at Michael Gove hevur funnist at amerikanska politikkinum mótvegis Iran. Bæði amerikanarar og bretar fáa gagn av tí trýsti, sum USA leggur á Iran, sigur Donald Trump. Donald Trump hevur tikið USA burtur úr kjarnorkuavtaluni við Iran, og amerikanskur uttanríkispolitikkur er merktur av teirri áskoðan, at Iran roynir at økja um vald sítt í Miðeystri. Andsstøðuleiðarin í bretska Undirhúsinum og formaður fyri Arbeiðaraflokkin, Jeremy Corbyn, finst at Donald Trump og sigur hann blanda seg upp í fólkaræði í einum øðrum landi. Hvørki Jeremy Corbin ella formenninir í Liberal demokratiska flokkinum og Skotska tjóðskaparflokkinum SNP ætla sær til døgurðan hjá bretsku drotningini fyri amerikanska forsetanum. Fleiri kvinnur eru valdar í ES tingið hesaferð enn áður, men hóast tað eru menninir framvegis í stórum meiriluta. Áðrenn valið fyri eini viku síðani vóru 36 prosent av tinglimunum kvinnur. Nú nærkast talið 40 prosentum, men tað vil siga, at 60 prosent í samveldistinginum eru menn. Hóast meira javna umboðan millum kvinnur og menn eru onnur fólkaræði enn fremri í so máta. Í Svøríki er kvinnuliga umboðanin ríkisdegnum 55 prosent, í Finnlandi 54, í Fraklandi, Slovenia og Luxembourg 50 prosent og í Bretlandi er talið av kvinnum í Undirhúsinum 47 prosent. Einasta landið, sum als onga kvinnu hevur í ES tinginum er Kypros. Tað kann henda, at ES nevndin, sum eisini skal veljast av nýggjum, fyri fyrstu ferð fær eina nevndarforkvinnu. Danska Margrethe Vestager hevur verið ES nevndarlimur seinasti árini og er vird fyri sítt støðufesti mótvegis stórum alheims fyritøkum, sum hava ilt við at halda kappingarreglurnar og rinda tann skatt Í ES, sum tær eiga. Aðrar kvinnur verða eisini nevndar, sum kunnu avloysa verandi nevndarformannin, Jean Claude Juncker, teirra millum franska Christine Lagarde, stjóri í Altjóða valutagrunninum. Min Kym gav út ævisøgu í 2017 og í sambandi við bókaútgávuna gav Warner Classics út eina fløgu við tónleiki, sum Min Kym hevur framført. Borgin er heitið á valsendingunum í útvarpinum hjá Kringvarpinum undan fólkatingsvalinum 5. juni. Føroyingar skulu velja umboð í tveir sessir í Fólkatinginum, og hesaferð bjóða seks flokkar seg fram. Á Borgini fáa flokkarnir høvi at greiða frá sínum politikki og svara spurningum. Flokkarnir fáa tvey umboð í part. Óluva Zachariasen og Jón Brian Hvidtfelt eru vertir. Leisturin er í stuttum tann, at fyrstu umleið 20 minuttirnar tráðspyrja útvarpsvertirnir umboð fyri flokkarnar. Spurningarnir taka í høvuðsheitum støði í valskránni hjá flokkinum, umframt aðrar viðkomandi spurningar, ið kunnu knýtast uppí hesar. Síðani eru tvey stutt umfør, dagsins áheitan , har umboð fyri ymsar bólkar í samfelagnum fáa hvør sín minutt til at koma við eini áheitan spurningi til politikararnar, ið bjóða seg fram til fólkatingsvalið. Lurtarar hava eisini høvi at seta valevnunum spurningar, antin við at ringja ella skriva inn til sendingarnar. Flokkarnir eru í útvarpsstovuni hesar dagar 23. mai Sjálvstýri 24. mai Tjóðveldi 27. mai Fólkaflokkurin 28. mai Javnaðarflokkurin 31. mai Sambandsflokkurin 3. juni Framsókn Tórshavnar kommunu hevur á heimasíðuni almannakunngjørt nøvnini á teimum, ið hava søkt um at sleppa í ung í arbeiði í ár. Eitt álitisbrot millum kommunu og borgara og møguliga brot á persónsupplýsingarlógina, sigur professarin í kunningar og samskiftistøkni. Eitt óheppið mistak, sigur trivnaðarstjórin. Fingu ein hvøkk Tað var í gjár, at fólk, ið vóru inni á heimasíðuni fyri Ung í arbeiði hjá Tórshavnar kommunu, fingu ein hvøkk. Nøvnini hjá øll teimum ungu, ið høvdu søkt um at sleppa í Ung í arbeiði, lógu alment frammi Sovorið eigur ikki at koma fyri, heldur Hannes Gislasson, professari í kunningar og samskiftistøkni. Feilurin er ikki nøktandi, sigur trivnaðarstjórin í Tórshavnar kommunu, Jóan Petur Hentze. Ein KT leki, sum tann hjá Tórshavnar kommunu í gjár, kann fáa keðiligar avleiðingar fyri umsøkjararnar, hóast talan bara er um ung í arbeiði , heldur Hannes Gislasson, professari í kunningar og samskiftistøkni. Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri í Tórshavnar kommun, tvíheldur um, at tala var um ein lítlan feil, og at borgarar í Tórshavnar kommunu kunnu vera vísir í, at persónsupplýsingar ikki leka út alment í framtíðini. Men KT lekin hjá Tórshavnar kommunu er møguliga brot á persónsupplýsingar lógina, heldur Hannes Gislasson, professari í kunningar og samskiftistøkni. Trivnaðarstjórin í Tórshavnar kommunu ætlar at syrgja fyri, at júst hesin feilurin ikki hendir aftur. Málveitsla og spenningur til síðsta bríksl merktu dystirnar í 12. umfari, har fimm tey ovastu liðini vunnu á restini. Í Klaksvík sá leingi út til, at AB fór at vinna dystin, eftir at Bjarni Nielsen legði gestirnar á odda miðskeiðis í seinna hálvleiki. Men í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, skjeyt Patrik Johannesen tvey mál fyri KÍ, sum sostatt framvegis er oddalið. Í Gundadali vann HB á EB Streymi í ársins málríkasta dysti higartil, har liðini skiftust um leiðsluna gjøgnum tað mesta av dystinum. Arnbjørn Hansen setti hol á fyri EB Streym beinavegin, og eitt korter seinni stóð longu 2 2 á máltalvuni. HB kom á odda fyrstu ferð, tá Ari Mohr Olsen skoraði til 3 2 eftir góðan hálvan tíma, men beint fyri hálvleik javnaði Steffan Løkin fyri gestirnar. Málveitslan helt fram í seinna hálvleiki, men tá var heimaliðið leikliga omaná. Tá ið so Adrian Justinussen javnaði til 4 4, og Ari Mohr Olsen longu ein minutt seinni skoraði til 5 4, megnaðu gestirnir ikki at svara aftur. Dysturin endaði 6 4 til HB. Í Gøtu helt spenningurin sær eisini til tað seinasta í dystinum millum Víking og Skála, sum heimaliðið vann 2 1. Heðin Klakstein legði Skála á odda tíðliga í dystinum, og tann leiðslan helt sær heilt til hálvleiks. Í hávleikinum kom Adeshina Lawal inn fyri Víking eftir steðg vegna skaða, og hetta gav úrslit beinavegin, tí í 54. minutti javnaði hann fyri heimaliðið. Dysturin sá leingi út til at enda við javnleiki, men fimm minuttir fyri leiklok skoraði Heðin Hansen sigursmálið fyri Víking, sum harvið heldur fast millum seg og hini oddaliðini. B36 lat ongantíð nakran iva vera um úrslitið, tá teir vunnu greiðan sigur á ÍF í Fuglafirði. Við tveimum skjótum málum legði Michal Przybylski B36 á odda eftir eitt lítið korter, og í seinna hálvleiki slóg Árni Frederiksberg sigurin fastan fyri gestirnar, sum vunnu 3 1. Fimti dysturin í 12. umfari varð avgreiddur í gjár, tá ið NSÍ vann 3 1 á heimavølli móti TB, og runavíkingar elta sostatt framvegis KÍ í stríðnum um oddasessin. Úrslitini í 12. umfari HB EB Streymur 6 4 0 1 Arnbjørn Hansen 3 1 1 Adrian Justinussen 14 1 2 Arnbjørn Hansen 15 2 2 Símun Samuelsen 16 3 2 Ari Mohr Olsen 35 3 3 Steffan Løkin 45 3 4 Gestur Bogason Dam 60 4 4 Adrian Justinussen 74 5 4 Ari Mohr Olsen 75 6 4 Sebastian Pingel 84 Hann var ein av 11 fraklendingum, ið vóru givnir upp í hendurnar á myndugleikunum í Irak eftir at eitt amerikanskt stuðlað herlið í Sýria hevði verið við til at berja niður seinastu mótstøðuna hjá jihadistunum. Irakisk lóg heimilar deyðarevsing fyri yvirgangsvirksemi, men í Fraklandi eru deyðadómar ikki longur partur av lógarverkinum, og Frakland hevur mótmælt, at fronsku ríkisborgararnir hava fingið slíkan dóm. Tá Elin Brimheim Heinesen var átta ára gomul, gjørdi ein maður seg kynsliga inn á hana. Upplivingin var ræðulig og hevur brent seg inn í hennara sál. Elin hevur valt at siga sína søgu, tí tað er umráðandi ikki at liva langt lív sum offur, men koma til sættis við ræðuleikan, sum var. Øll ung í Føroyum, sum skulu greiða atkvøðu á fyrsta sinni til fólkatingsval, hava fingið pakka sendandi frá Fólkatinginum við millum annað grundlógini. Fólkatingið samtykti í 2005 at senda grundlógina við viðmerkingum til allar statsborgarar í ríkisfelagsskapinum, tá tey fyltu ár 18. Í 2015 bleiv hetta broytt soleiðis, at grundlógin bleiv send beint frammanundan vali saman við einum tilmæli til tey ungu um at brúka sín nýggja atkvøðurætt, sigur samskiftisstjórin í skrivligum svari til Kringvarpið. Søren Væver, samskiftisstjóri í Fólkatinginum, sigur, at tey í sambandi við kommunuvalið í Danmark í 2013 staðfestu, at hetta átakið ger mun og fær valluttøkuna hjá ungum upp. Bakgrundin fyri hesi royndini var álitið hjá Valrættarnevndini í 2011, sum vísti, at nýggir ungir veljarar í stóran mun ikki brúktu sín valrætt, og granskingin vísti eisini, at sannlíkindini eru stór fyri, at tey, sum ikki brúka sín valrætt tvær tær fyrstu ferðirnar, gerast sofa veljarar, sigur Søren Væver. Í 2015 varð grundlógin eisini send øllum nýggjum veljarum eisini í Grønlandi og í Føroyum, skrivar samskiftisstjórin í Fólkatinginum. Sakførarin hjá Kjartani Thomassen, Jens Bertel Rasmussen, sigur, at teir hava roknað út, hvussu nógvar pengar, Kjartan Thomassen eigur til góðar. Á vári í fjør heitti Tórshavnar kommuna á IRF um at kanna møguleikarnar fyri at Havnin gerst limur í IRF á jøvnum fóti við hinar limakommunurnar. Ætlanin var, at IRF og Tórshavnar kommuna skuldu leggja eitt kunnandi uppskot fyri allar kommunur á heysti 2018. Men tað varð av ongum. Tað er ein trupulleiki fyri álitið á politisku skipanina, at gjøgnumskygni ikki er í privata fíggjarliga stuðulinum til valevni, sum bjóða seg fram til fólkatings og løgtingsvalið. Í Føroyum er einki krav um, at valevni skulu upplýsa, um tey fáa fíggjarligan stuðul frá fyritøkum og privatpersónum til valstríð og frá hvørjum. Í fyrru sending um vísusangaran, Flemming Samuelsen, fer Tórður Johannesarson at spæla tættir og vísur, sum Flemming sang í Útvarpinum. Í seinnu sending um vísusangaran, Flemming Samuelsen, fer Tórður Johannesarson at spæla tættir og vísur, sum Flemming sang í Útvarpinum. Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin høvdu fingið meira enn helmingin av atkvøðunum, var fólkatingsval í dag, sambært nýggjari veljarakanning. Gallup spurdi 537 fólk í veljarakanningini. 153 onnur fólk vildu ikki vera við í kanningini, sigur Gallup. Konfidensintervallið er 1,8 prosentstig. Um tildømis 4,5 av svarpersónunum hava svarað, at tey velja Framsókn, eru sannlíkindini fyri, at millum 2,7 og 6,3 ger tað, sigur Gallup. Klikk á teir ymisku stabbarnar í grafikkinum oman fyri her, fyri at síggja útgreinað og neyv tøl. Kanningin varð gjørd í døgunum 23. 31. mai 2019. Í sendingni verður greitt frá stuttsøgu eftir Andreu í Norðradali, sum er nýtíðarligari enn tað mesta av føroyskum prosa tá, og teimum slóðbrótandi prosasmonnunum Hans Mariusi Eidesgaard og Heðini Brú. At enda verður nortið við skaldskapin hjá Janusi Djurhuus í tríatiárunum, tá hann í yrkingum setti fram hugsjónir um mentan og list, og hinumegin yrkti persónligar og eksistentiellar yrkingar. Landsliðsvenjarnir í manshondbólti Sonni Larsen og Jeppe Borch hava tikið teir 16 spælararnar, sum verða við í EM undandystunum ímóti Montengro og Danmark seinni í hesum mánaðinum út. Hann er ættaður úr Klaksvík, mamman var heimagangandi, og pápin útróðrarmaður, Jóannes Hansen, sum í samfull 25 ár hevur viðmerkt val í sjónvarpinum. Heili 20 val eru tað blivið til. Men tað var av tilvild, at hann endaði sum valserfrøðingur í sjónvarpinum. Jóannes Hansen gjørdi eina sjónvarpssending um Victor Danielsen, tá tað vóru boð eftir honum til at vera viðmerkjari til løgtingsvalið í 1994. Sambandsflokkurin fær sambært kanningini 27,6 prosent av atkvøðunum. Ein framgongd upp á 4,1 prosentstig samanborið við valið í 2015. Javnaðarflokkurin stendur til at fáa 23,4 prosent av atkvøðunum, ein afturgongd upp á 0,9 prosentstig í mun til seinasta val, meðan Tjóðveldi í løtuni sær út til at missa sítt umboð. Flokkurin fær 22,2 prosent, sum er ein afturgongd upp á 2,3 prosentstig. Spurningarnir taka í høvuðsheitum støði í valskránni hjá flokkinum, umframt aðrar viðkomandi spurningar, ið kunnu knýtast uppí hesar. Síðani eru tvey stutt umfør, dagsins áheitan , har umboð fyri ymsar bólkar í samfelagnum fáa hvør sín minutt til at koma við eini áheitan spurningi til politikararnar, ið bjóða seg fram til fólkatingsvalið. Flokkarnir hava verið í útvarpsstovuni hesar dagar 23. mai Sjálvstýri 24. mai Tjóðveldi 27. mai Fólkaflokkurin 28. mai Javnaðarflokkurin 31. mai Sambandsflokkurin 3. juni Framsókn Veljarakanningarnar upp undir fólkatingsvalið fyri fýra árum síðani vístu eisini, at Sambandsflokkurin fór at fáa annan sessin og Javnaðarflokkurin hin. Sí innslag um veljarakanningina og samrøðu við Bárð á Steig Nielsen, formann í Sambandsflokkinum, og Høgna Hoydal, formann í Tjóðveldi, sum vóru í politiskari hólmgongu á Reinsarínum í Havn í kvøld. Eirikur Lindenskov var gestur í sjónvarpsstovuni. Hann sigur, at ein veljarakanning er einki annað enn ein løtumynd, og nógv kann broytast á valdegnum. Stórur spenningur tykist vera um annan fólkatingslimin sum skal veljast í morgin, sambært eini kanning, sum Lóður hevur gjørt fyri VP. Sambært kanningini fær Sambandsflokkurin annan fólkatingslimin, meðan stórur spenningur er um, hvør flokkur fær hin fólkatingslimin. Sambandsflokkurin fær 27,7 prosent av atkvøðunum, Tjóðveldi fær 23,6 prosent, Fólkaflokkurin fær 22,8 prosent og Javnaðarflokkurin fær 22,1 prosent. Kringvarpið almannakunngjørdi eina kanning í gjár, sum Gallup gjørdi. Hon vísti, at Sambandsflokkurin fær 27,6 prosent, Javnaðarflokkurin fær 23,4 prosent, Tjóðveldi fær 22,2 prosent og Fólkaflokkurin 19,1 prosent. Kanningin hjá Kringvarpinum er gjørd í døgunum frá 23. mai til 31. mai, meðan kanningin hjá Lóður er gjørd í døgunum frá 29. mai til 2. juni. Í báðum kanningunum hava um 500 fólk svarað. Streymurin viknar sum heild í Norðuratlantshavinum, men samstundis harðnar streymurin í Norskahavinum, vísa kanningar sum norskir granskarar hava gjørt, skrivar NRK. Kanningarnar vísa, at streymurin í Atlantshavinum, sum Golfstreymurin er ein partur av, viknar við einum fjórðaparti á 26 stigum norður, sum er við Kanarisku oyggjarnar, sigur professarin, Lars H. Smedsrud. Men tað løgna er, at Golfstreymurin samstundis harðnar í Norskahavinum, og hann førir harvið meir av vatni og hita til norðaru leiðirnar, sigur Lars H. Smedsrud. Streymurin í havinum hevur stóran týdning fyri hitalagið, og sum gongdin er nú, fer heitari sjógvur at flyta seg til Norðuratlantshavið og til Arktis, ella norðpólin, sigur granskarin. Tað fer eisini at hava ávirkan, tí verur verða fluttar við streyminum, og fara at geva betri gróðralíkindi, vísir hann á, og tí mugu neyvari kanningar gerast, er niðurstøðan. Seinastu 10 til 15 árini, er hitin í Barentrshavinum hækkaður, men tað er nú í ferð við at broytast, sigur Lars H. Smedsrud, professari. Sum gongdin er nú, fer meir ísur at vera í Barentshavinum frá 2030 til 2040, men síðani vísa metingar, at ísurin fer at minka. Tí er neyðugt at kanna viðurskifiti alla øldina, fyri at fáa eina mynd av, hvussu støðan verður ár 2100. Tað er neyðugt at kanna gongdina nærri, serliga fyri tey sum hava vinnu, tí tey hava tørv á at vita, hvussu ísurin fer at flyta seg, vísir norski granskarin á. Anton spælir fótbólt sum ein gudur, er sterkastur í flokkinum og er ein góður vinur. Hann leggur einki í, hvat onnur halda, men gongur sínar egnu leiðir. Bókin er um lívið hjá børnum um skúla, systkin, foreldur, floksfelagar og fótbóltsvenjing. Men mest av øllum er hon um vinalag og stór loyndarmál. Tá ið spurningarnir um Anton rúgva seg upp, verður lesnaðurin so spennandi, at illa ber til at leggja bókina frá sær. Marita Dalsgaard lesur. Peter Pohl skrivaði og Laura Joensen týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2008. Tíðliga í sekstiárunum fór Tórbjørn Joensen við Eiriki Jalli , men helt inntøkuna vera betur við norðmonnum og Knut Grønnevet. Við íslandsbátinum Ásgeir Kristian var hann á vertíð og á sild. Tað var hættislig sigling við dekslast. Í 70unum var Torbjørn við Kallsevnunum báðum á sild, við Sólborg á lodnu í Barentshavinum, við Fríðborg undir Føroyum og við Hallarkletti undir Føroyum og Íslandi. Í nítiárunum setti hann í alibrúk, men tað fór av knóranum. Fór til skips aftur við týskarum, norðmonnum og íslendingum. Íslendingarnir royndu eftir rækjum á Flemish Cap og út frá Walves Bay í Namibia. Anton spælir fótbólt sum ein gudur, er sterkastur í flokkinum og er ein góður vinur. Hann leggur einki í, hvat onnur halda, men gongur sínar egnu leiðir. Bókin er um lívið hjá børnum um skúla, systkin, foreldur, floksfelagar og fótbóltsvenjing. Men mest av øllum er hon um vinalag og stór loyndarmál. Tá ið spurningarnir um Anton rúgva seg upp, verður lesnaðurin so spennandi, at illa ber til at leggja bókina frá sær. Marita Dalsgaard lesur. Peter Pohl skrivaði og Laura Joensen týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2008. Anton spælir fótbólt sum ein gudur, er sterkastur í flokkinum og er ein góður vinur. Hann leggur einki í, hvat onnur halda, men gongur sínar egnu leiðir. Bókin er um lívið hjá børnum um skúla, systkin, foreldur, floksfelagar og fótbóltsvenjing. Men mest av øllum er hon um vinalag og stór loyndarmál. Tá ið spurningarnir um Anton rúgva seg upp, verður lesnaðurin so spennandi, at illa ber til at leggja bókina frá sær. Marita Dalsgaard lesur. Peter Pohl skrivaði og Laura Joensen týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2008. Anton spælir fótbólt sum ein gudur, er sterkastur í flokkinum og er ein góður vinur. Hann leggur einki í, hvat onnur halda, men gongur sínar egnu leiðir. Bókin er um lívið hjá børnum um skúla, systkin, foreldur, floksfelagar og fótbóltsvenjing. Men mest av øllum er hon um vinalag og stór loyndarmál. Tá ið spurningarnir um Anton rúgva seg upp, verður lesnaðurin so spennandi, at illa ber til at leggja bókina frá sær. Marita Dalsgaard lesur. Peter Pohl skrivaði og Laura Joensen týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2008. Anton spælir fótbólt sum ein gudur, er sterkastur í flokkinum og er ein góður vinur. Hann leggur einki í, hvat onnur halda, men gongur sínar egnu leiðir. Bókin er um lívið hjá børnum um skúla, systkin, foreldur, floksfelagar og fótbóltsvenjing. Men mest av øllum er hon um vinalag og stór loyndarmál. Tá ið spurningarnir um Anton rúgva seg upp, verður lesnaðurin so spennandi, at illa ber til at leggja bókina frá sær. Marita Dalsgaard lesur. Peter Pohl skrivaði og Laura Joensen týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2008. Anton spælir fótbólt sum ein gudur, er sterkastur í flokkinum og er ein góður vinur. Hann leggur einki í, hvat onnur halda, men gongur sínar egnu leiðir. Bókin er um lívið hjá børnum um skúla, systkin, foreldur, floksfelagar og fótbóltsvenjing. Men mest av øllum er hon um vinalag og stór loyndarmál. Tá ið spurningarnir um Anton rúgva seg upp, verður lesnaðurin so spennandi, at illa ber til at leggja bókina frá sær. Marita Dalsgaard lesur. Peter Pohl skrivaði og Laura Joensen týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2008. Anton spælir fótbólt sum ein gudur, er sterkastur í flokkinum og er ein góður vinur. Hann leggur einki í, hvat onnur halda, men gongur sínar egnu leiðir. Bókin er um lívið hjá børnum um skúla, systkin, foreldur, floksfelagar og fótbóltsvenjing. Men mest av øllum er hon um vinalag og stór loyndarmál. Tá ið spurningarnir um Anton rúgva seg upp, verður lesnaðurin so spennandi, at illa ber til at leggja bókina frá sær. Marita Dalsgaard lesur. Peter Pohl skrivaði og Laura Joensen týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2008. Anton spælir fótbólt sum ein gudur, er sterkastur í flokkinum og er ein góður vinur. Hann leggur einki í, hvat onnur halda, men gongur sínar egnu leiðir. Bókin er um lívið hjá børnum um skúla, systkin, foreldur, floksfelagar og fótbóltsvenjing. Men mest av øllum er hon um vinalag og stór loyndarmál. Tá ið spurningarnir um Anton rúgva seg upp, verður lesnaðurin so spennandi, at illa ber til at leggja bókina frá sær. Marita Dalsgaard lesur. Peter Pohl skrivaði og Laura Joensen týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2008. Hallur Hansson hevur verið millum profilarnar í felagnum, síðan hann kom til AC Horsens úr Vendsyssel í 2016, og nú tekur hann tvey ár afturat í felagnum. Hallur er ein dugnaligur spælari, og vit skulu øll arbeiða í felag fyri, at hann kann taka næsta stigið, sum er at skriva sáttmála við eitt størri felag, sigur Horsens venjarin við heimasíðuna hjá AC Horsens. Fólk í Havn, Mjørkadali, Norðradali, Hoyvík, á Hvítanesi og á Sundi velja í Ítróttarhøllini á Hálsi Fólk á Argjum velja í róðrarneystinum á Argjum Fólk í Kaldbak og Kaldbaksbotni velja í skúlanum í Kaldbak Fólk í Kollafirði velja í skótahúsinum í Kollafirði Fólk í Kirkjubø, á Velbastað og í Syðradali velja í skúlanum á Velbastað Fólk í Nólsoy velja í felagshúsinum hjá Ungmannafelagnum Royndini í Nólsoy og so eru tað fólk í Hesti og Koltri, tey skulu velja í bygdarstovuni í Hesti. Bill Justinussen, løgtingsmaður, spyr Høgna Hoydal, landsstýrismann í búnaðarmálum, hvør heimild er at geva Sigerti Patursson, bónda, loyvi at nýta festijørðina til at byggja vindmyllur í Hoyvíkshaganum og gera samstarvsavtalu við sp f Vindrøkt, sum útihýsir øðrum tilboðsgevarum at fáa atgongd til almennu jørðina. Tað er tí viðkomandi at fáa staðfest, um lóggávan heimilar slíkari privatari seravtalu um almenna jørð, sum forðar øðrum umsøkjarum so sum SEV at sleppa framat at bjóða uppá framtíðar vindorkuútbyggingina í Føroyum, sigur Bill Justinussen. Inntøkurnar hjá kommununi vóru góðar 270 milliónir krónur, raksturin kostaði slakar 200 milliónir krónur og íløgur vórðu gjørdar fyri góðar 75 milliónir. Inntøkan hjá kommununi vaks annars 1,6 prosent í fjør, men vøksturin í fólkatalinum er orsøkin til tann vøksturin, sigur Jógvan Skorheim. Tað var full semja í nevndini hjá evropeisku fótbóltssamgonguni UEFA, tá hon valdi Christian Andreasen, forseta í Fótbóltssambandinum, til formann í lógarnevndini hjá samgonguni. Hoyr sendingina her Luttakarar, Stein Fossá, Súsanna Køtlum, Jónas G. Djurhuus, Sonne Larsen, Tórður Guttesen, Lars Múller og Toni Dam Valevnini í yvirlitinum niðanfyri verða víst eftir navni. Vilt tú síggja yvirlitið skipað eftir flokkum, klikk so á Flokkur í ovasta bredda riggar á teldu . Tú kanst eisini leita eftir valevnum í yvirlitinum. Hann sigur, at um Vinstri fær eitt gott val í morgin, fer hann at brúka alla sína orku og royndir at kanna, hvussu hann kann skipa eina stjórn við ábyrgdarfullum og royndum flokkum á miðjuni, tí tað er brúk fyri tí. Spurdur, hví hann vrakar ætlanina at skipa stjórn saman við Liberal Alliance og Konservativu, svarar hann, at soleiðis sum valstríðið hevur verið, er hetta ikki longur ein loysn, skrivar Berlingske. Løkke vil tó ikki siga neyvt, hvørjar flokkar á miðjuni, hann dyrgir eftir. Men samstarvið skal grundast á avgjørdan veðurlagspolitikk og vælferð, leggur hann dent á. Higartil hevur Løkke sagt, at hann fer á val við tí í hyggju at halda fram við núverðandi stjórn, sum er Liberal Alliance, Konservativu og Vinstri. Løkke segði tíðliga í valstríðnum, at hann er opin fyri, at Vinstri og Sosialdemokratarnir skulu skipa stjórn, sum annan prioritet. Men tað fekk blandaða móttøku, og Sosialdemokratarnir vístu uppskotinum frá sær. Ábendingar eru um, at ringarnir stava frá alivinnuni, sigur Sunleif Højgaard, tilbúgvingarleiðari. Á Skálafjørðinum eru starvsfólk hjá Bakkafrosti, sum hevur ruddingarviku, og privatfólk farin at rudda, eftir stóru plastdálkingina, sum er staðfest kring allan fjørðin. Sunleif Højgaard, tilbúgvingarleiðari sigur, at alivinnan brúkar hesar plastringarnar at reinsa vatn við, men at Bakkafrost leggur dent á, at tey ongan lut eiga lut í hesi aktuellu dálkingini. John Martin Olsen, politikommisserur sigur við Kringvarpið í dag, at síðani tíðindini bórust í fjølmiðlunum um plastdálkingina, hava tey fingið ábendingar um, hvat kann vera farið fram. Fleiri kanningar og kanska avhoyringar skulu gerast, áðrenn Umhvørvisstovan, sum er myndugleiki á økinum, fær málið til nærri viðgerð. Hoyr meira í innslagnum her. Til fólkatingsvalið í 2015 var Jóannes Hansen, samfelagsfrøðingur og valserfrøðigur, vísur í, at Edmund Joensen úr Sambandsflokkinum var afturvaldur, áðrenn úrslitið í Havn var klárt. Men hann varð so dyggiliga lumpaður. Ósbjørn Jacobsen Arkitektar gjørdu í samstarvi við Runavíkar kommunu uppskot um miðbýarætlan í Runavík, sum varð liðug fyri einum árið síðani. Nón hevur tosað vit Ósbjørn Jacobsen um miðbýarætlanina, hvørjar avbjóðinar ahva verið við at skipa ein miðbý í Runavík, og hvørji atlit sum heild skulu takast, tá ein slík miðstaðarætlan skal gerast. Í miðbýarætlanini er dentur lagdur á at binda Heiðavegin saman við eitt nýtt miðbýarhjarta, inni við gamla bátahylin í Runavík. Ósbjørn Jacobsen vísur á, at eitt lyklaorð í tilgongdini hevur verið fjølbroytni og diversitetur, og arkitektastovan hevur lagt seg eftir at skapa ein miðbý við ymsum handils og býarvirksemi til fólk við ymsum tørvum og áhugamálum. Sniðið og funktionaliteturin hjá bygningunum hava týdning, men størstan týdningin hava býarrúmini millum bygningarnar, vísur Ósbjørn Jacobsen á. Tí hevur arkitektastovan lagt den á grøn økir, tað maritima umhørvi og at skapa trivnaðar og tilhaldsrúm millum bygningarnar. Kommunan hevur ábyrgdina av at halda seg til reyða tráin í ætlanini, um hon skal gerast veruleiki, og seta krøv til eitt nú funktiónir, stødd og hædd av bygningum. Eisini kunnu krøv setast til tilfar og snið, men samstundis skal ætlanin kunna toyggjast, so hon kann rúma teimum áhugabólkum, sum hava áhuga í at byggja á økinum, og vera við til at skapa nýggja miðbýin. Hvussu skipar tú eina góðan bý, ein býling ella eina bygd, soleiðis at, tá alt gongur upp í eina hægri eind, trivnaðurin verður hin størsti Hvat er býarskipan og hvørjir eru høvuðsspurningarnir, ið hædd skal takast fyri, tá ein býur ella býlingur skal virka best Fyrst í sendingini skifta vit orð við Selmar Nielsen, arkitekt, um hesar og aðrar spurningar. Nógv er og nógv verður bygt á Karlamagnusarbreyt. Men hvussu riggar økið samanumtikið Vit hava verið á ferð saman við Alberti Isfeld, arkitekti. Bæði almennu Bústaðir og privatir verktakarir byggja íbúðir til leigu og til keyps. Vit spyrja tríggjar teirra Andras Róin, Jóan Petur Vang og Janus Petersen, um eitt nú hvat teir leggja dent á í teirra íbúðarbygging. Ósbjørn Jakobsen eigur uppskotið til nýggjan miðbý í Runavík. Vit spyrja Ósbjørn hvørji atlit skulu takast, tá ein miðbýur skal skipast. Tú kanst hoyra sendingina her Bóklingurin hevur elvt til øsing summastaðni. Men Bjørk Sigurdsdóttir Lamhauge og Bjørk Teitsdóttir, sum báðar ganga á samfelagsfrøðisbreytini á Glasi, halda, at eitt líknandi føroyskt átak hevði komið væl við. Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin hava stillað 15 valevni upp hvør, Fólkaflokkurin og Tjóðveldi 13, Framsókn seks og Sjálvstýrið eitt. Bæði í útvarpi, sjónvarpi og á heimasíðuni fara kringvarpsfólk at viðgera valið og fylgja við í tí, sum fyriferst kring landið alt ein slíkan dag. Innan jazztónleik hevur árið 1959 serstøðu sum the greatest year in jazz . Eitt myndandi ár innan jazz, og fyri summi enntá hitt besta jazzárið yvirhøvur. Av týdningarmiklum jazzplátum frá 1959 kunnu nevnast Kind of Blue hjá Miles Davis, The Shape of Jazz to Come hjá Ornette Coleman, Time Out hjá The Dave Brubeck Quartet og Mingus Ah Um hjá Charles Mingus. Í fýra Mono sendingum verður ljós varpað á hesar og aðrar viðkomandi útgávur frá jazzárinum 1959. Knút Háberg Eysturstein leggur til rættis. Teitur Matras Gestsson úr HB, Karstin Hansen úr Skála og Kristian Joensen úr KÍ kappast um plássið sum málverji til landsdystin ímóti Spania fríggjakvøldið. Landsliðsvenjarin, Lars Olsen, segði í dag við Kringvarpið, at Teitur Matras Gestsson er spentur eftir at vita, hvussu byrjanaruppstillingin kemur at síggja út, og tað skilir landsliðsvenjarin væl. Í mai mánaði hevur hann so búð og arbeitt í Vági. Hann hevur gjørt fleiri ymisk listaverk, sum eru at síggja ymsa staðni í bygdini. Í morgunsendingini greiddi Ole Wich frá verkætlanini, og Dennis Holm, borgarstjóri í Vági, greiðir frá, hví tey hava gjørt eitt slíkt samstarv. Meðan tú á størru støðunum ikki sleppur undan valplakatunum, ið mugu deilast um fáu lyktapelarnar, og sum skumpast og trokast kring rundkoyringarnar, so taka tey tað meira róligt í Sandvík. Hann segði millum annað, at FIFA er farið frá at vera ein eitraður og næstan kriminellur felagsskapur til ein felagsskap, sum mennir fótbólt. Í Snipp snapp eru teknifilmar, ið eru ætlaðir smáum børnum. Snipp snapp er hvørt mikukvøld og verður endursent hósdag og um vikuskiftið. Hvønn dám setur fólkatingsvalið á tín dag Er okkurt serligt á skránni, har tú ert Hvørjum ert tú saman við Hvat gera tit á valdegnum Send okkum tínar myndir á okkara facebooksíðu Kringvarp Føroya á Facebook . Seinni savna vit myndirnar saman í eitt myndasavn her á síðuni. Fleiri valstøð hava boðað frá, at fleiri fólk hava verið og sett krossin, ímun til somu tíð fyri fýra árum síðani. Valluttøkan til fólkatingsvalið plagar at vera lítil, men seinastu tvey valskeiðini, er pílurin farin at peika uppeftir. Seinasta fólkatingsval øktist valluttøkan úr 59,8 í 2011 til 66,2 í 2015 og nú bendir alt á, at alsamt fleiri fólk fara á val í ár. Valluttøkan til fólkatingsvalið hevur søguliga verið lítil. Tó var valluttøkan heili 90 í 2001. Mett verður, at tað vóru fullveldissamráðingarnar, ið elvdu til stóra sveiggið hetta árið. Politikararnar hava tey tó ikki sæð nógv til undan valinum tó so at ein flokkur var á vitjan í bussi sínum, sigur Sigrun Tausen, forkvinna í valstýrinum. Plastringarnir, sum liggja og flóta í sjóvarmálanum kring alt landið, er ein gamal umhvørvistrupulleiki, ið dálkar bæði náttúru og dýr. Her eru nakrar av myndunum, okkara reportarar og okkara lesarar hava sent okkum frá valdegnum, nú fólkatingsval er. Hevur tú eisini tikið myndir Send okkum tær á Facebook . Klaksvíkingar fáa mangan skotið í skógvarnar, at teir eru meira heimkærir ella lokaaaalir enn fólk aðrastaðni í landinum. Men passar tað Ja, í øllum førum tá tað snýr seg um politikk og um hugt verður at, hvussu fólk atkvøddu á seinasta fólkatingsvali. Um hugt verður eftir atkvøðubýtinum í Klaksvík, so vóru klaksvíkingar ovast á listanum hjá øllum flokkum við undantak av Framsókn, ið ongan klaksvíking hevði á listanum. Klaksvíkingar eru ikki einsamallir um at atkvøða fyri sínum egnu. Í Havn vóru havnafólk ovast á listanum hjá Fólkaflokkinum, Javnaðarflokkinum, Framsókn og hjá Tjóðveldi og Uttanflokkalistanum um hoyvíkingar telja sum havnafólk . Tó eru havnafólk ikki lokalari enn, at borgarstjórin í Klaksvík var toppskorari hjá Sjálvstýri í Havn og Edmund Joensen toppskorari hjá Sambandsflokkinum. Tað er vælsignað, ikki at luttaka í valstríðnum til fólkatingsvalið í ár, sigur ein lættaður Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum. Miðflokkurin stillar ikki upp til fólkatingsvalið í ár. Til seinasta val fekk Miðflokkurin 605 atkvøður, og Jenis av Rana fekk áleið helmingin av atkvøðunum. Spurdur um, hvar hann heldur, at miðflokkaatkvøðurnar fara í ár, sigur Jenis av Rana, at hann væntar, at veljarnir fáa sær frí, men hann unnar veljarunum at atkvøða alternativt hesa ferð. Sjálvur náddi Jenis av Rana ikki at atkvøða, áðrenn hann fór uttanlands, og vil heldur ikki siga, hvør hann vónar, fær fólkatingssessirnar báðar. Tað gekk ikki sum ætlað, tá átta ára gamla Tinna skuldi á val. Hon hevði annars gjørt sær tankar um, hvønn hon vil velja. Men Tinna gleðir seg, til hon verður 18 ár. Øll ketan, frá innflutningi av plastinum til burturbeiningina á brennistøðunum, skal kannast fyri at vita, um veikir liðir eru í henni. Í Klaksvík vera veljarar býttir upp í bíðirøðir eftir hvørjum bókstavi, navnið byrjar við. Og sambært kringvarpsins reportara í Klaksvík, so er kø í løtuni og fólk mugu fyrireika seg at bíða eina lítla løtu, um navn teirra byrjar við bókstavi millum K og Ø. Tað er rættiliga sannlíkt, at vit hava tikið meginpartin upp, sum er her á Skálafjørðinum, sigur Sunleiv Højgaard, tilbúgvingarleiðari. Ein eftirvalskanning er øðrvísi enn ein veljarakanning á tann hátt, at veljarar eru spurdir, hvussu tey hava atkvøtt, tá tey koma út av valstaðnum, meðan ein veljarakanning spyr veljarar áðrenn eitt val, hvussu tey ætla at velja. Kanningin vísir, at reyði blokkur við Socialdemokratunum og Mette Frederiksen á odda fer at vinna valið, tí reyði blokkurin fær 90 sessir, meðan blái blokkur við Lars Løkke Rasmussen og Vinstra á odda, fær 75 sessir. Reyði blokkur eru teir flokkar, sum peika á Mette Frederiksen sum forsætirsráðharra. Teir eru Socialdemokratarnir, Eindarlistin, Radikali Vinstri og Sosialistiski Fólkaflokkurin. Tann flokkur, sum sær út til at missa mest, er Danski Fólkaflokkurin, sum fer frá 37 sessum til 18, um henda kanning er eftirfarandi. Og so skjótt sum valhølini eru latin aftur, verður farið at telja. Smáu valstøðini eru bert nakrar tíggjutals atkvøður og eru skjót at telja. Meðan stóru valhølini taka longri tíð. Kringvarpið ger ongar forsøgnir í ár, so tað verður upp til fólk sjálvi at fylgja við, so hvørt sum úrslitini koma. Tað ber til at fylgja við í sjónvarpinum, men tað ber eisini til at fylgja við her á sjálvari valsíðuni Fólkatingsval 2019 Valúrslit . Ábendingar eru um, at valluttøkan til fólkatingsvalið hesaferð er hægri enn hon var seinast. Kringvarpið hevur havt fólk á fleiri valstøðum kring landið, og flest teirra hava boðað frá stórari valluttøku. Til dømis kann sigast, at 69,3 av teimum, sum hava valrætt í størsta valstað í landinum, í høllini á Hálsi, vóru á vali, og hetta er 3,1 prosentstig hægri enn seinast. Støðan er hin sama á Tvøroyri. Eisini her hava 69,3 prosent av veljarum verið á vali. Hetta eru 5,4 prosentstig fleiri enn seinast. Hesaferð hava 912 hava greitt atkvøðu. Tað eru bert 30 atkvøður í Dali. Tjóðveldi hevur fingið tvær, Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Djóni N. Joensen hevur fingið eina. Dalur er gomul javnaðarbygd. Tað er hugsandi, at dalbingar við síni atkvøðu eisini takka Javnaðarflokkinum fyri tunnilin til Dals, sum nú liggur fremst á raðfestingarlistanum hjá tunnilstoyminum. 23 ára gamla Hervør Pálsdóttir, ið stillar upp fyri Tjóðveldi, og 24 ára gamli Bjarni Kárason Petersen, ið stillar upp fyri Framsókn, eru tvey av teimum yngstu valevnunum til fólkatingsvalið. Hóast tey læra nógv av teimum meira royndu politikarunum, eru bæði samd um, at tað hevur sínar fyrimunir at vera ungur í politikki. Tey hava millum annað syrgt fyri, at fáa valstríðið út á sosialu miðlarnar, umframt at tey ungu í flokkunum, ofta leggja dent á onnur evni, so sum umhvørvið og etisk mál. Tað kann eisini vera ein fyrimunur, at tey hava stytri politiskt minni, og eru tí kanska meira framskygd og hanga seg ikki í gamlar trætur. Tey bæði valevnini ásanna, at fólkatingsvalið er heldur avmarkað, tí har eru ikki so nógv politisk evni, sum eru viðkomandi til fólkatingsvalið. Tá úrslitið úr Gøtu gjørdist alment, kom nýtt andlit ovast á listan hjá fólkaflokkinum. Talan er um Uni Rasmussen, sum stillar upp á fyrsta sinni fyri flokkin. Hann fekk 145 atkvøður, meðan hin kandidaturin úr lokaløkinum, Jógvan á Lakjuni, fekk 16. Endaliga forsøgnin, sum Flóvin Eidesgaard, búskaparfrøðingur, og Regin Reinert, hagfrøðingur, hava gjørt fyri útvarpið, gevur Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum fólkatingssessirnar. Her eru tølini í endaligu forsøgnini Flokkur Prosent Sambandsflokkurin 28,3 Javnaðarflokkurin 25,5 Fólkaflokkurin 23,8 Tjóðveldi 18,6 Framsókn 2,5 Sjálvstýri 1,3 Javnaðarflokkurin 2.613 Tjóðveldi 2.206 Sambandsflokkurin 2.070 Fólkaflokkurin 1.381 Framsókn 372 Sjálvstýri 73 Við valið í 2015 var Tjóðveldi fremst við 2.437 atkvøðum, og Javnaðarflokkurin var á øðrum plássi við 2.055 atkvøðum. Um tað er valúrslitið, sum motiverar, ella bara góður fólkaskikkur, skal vera ósagt, men á Giljanesi eru tey longu farin at taka niður aftur, nú klokkan nærkast 22. Valhølini lótu aftur klokkan 20 00. Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýri og borgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu, fekk einans 74 atkvøður í heimbýnum í mun til 124 atkvøður til fólkatingsvalið í 2015. Jógvan Skorheim hevur undir valstríðnum til fólkatingsvalið sagt, at hann fór at arbeiða fyri at avtaka umboðanina hjá Føroyum í Fólkatinginum. Tað verður sostatt ikki í hesum umfarinum, at føroyska umboðanin í fólkatinginum verður tikin av, sum Jógvan skorheim annars hevur brúkt í valstríðnum undan valinum. 95 prosent av atkvøðunum eru upptaldar, og tað gevur reyða vonginum hjá Mette Frederiksen 91 fólkatingslimir og bláa vonginum hjá Lars Løkke Rasmussen 75 fólkatingslimir. Sambært DR, so fær flokkurin hjá Rasmus Pauldan, Starm Kurs, ikki umboðan í fólkatinginum. Tað gera Kristnu demokratarnir heldur ikki. Eftirvalskanningin, ið DR gjørdi, tá valhølini lótu aftur í Danmark, vísti seg at vera rættiliga beinrakin. Kanningin spáddi reyða blokki 90 sessir, og nú 98,2 av atkvøðunum eru tald upp, hava hesi fingið 91 fólkatingssessir. Blái blokkur við Vinstra á odda hava fingið 75 sessir, sum er júst tað sama, ið spátt varð. Vinstri fekk annars eitt gott val, tí tey hava fingið níggju sessir fleiri enn til valið í 2015. Flokkurin hjá Mette Frederiksen, Socialdemokratarnir, fáa allarhest ein einkultan sess meira enn seinast. Men av tí at stuðulsflokkarnir hjá Vinstra hava havt eitt vánaligt val, er ikki grundarlag hjá Lars Løkke Rasmussen at vinna sær meirilutan. Stóri taparin hesaferð gjørdust Danski Fólkaflokkurin, sum stendur til at missa 21 av teimum 37 sessunum tey hava havt seinastu fýra árini, umframt at Liberal Alliance eftir valið bara varðveitir fýra av teimum 13 sessunum frá seinast. Vónin livir, ella anir hjá Lars Løkke Rasmussen. Fyri løtu síðani tó Lars Løkke Rasmussen. Hann viðgekk blankt, at bólturin nú liggur hjá Mette Frederiksen, sum hevur nógv nógv reyð valevni til eina reyða stjórn. Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, fekk einans 178 atkvøður úr Tórshavnar kommunu og 378 persónligar atkvøður tilsamans. Hetta er sostatt tað ringasta fólkatingsvalúrslitið hjá henni í longri tíð. Samanborið við seinasta fólkatingsval, var afturgongdin hjá Anniku Olsen 78,5 prosent. Sjálvt um fleiri nýggj andlit eru at síggja millum teirra, ið hava fingið nógvar atkvøður, so eru tað tveir royndir fólkatingslimir, ið taka sæti í Fólkatinginum næstu setuna. Fyrstvaldur er Edmund Joensen úr Sambandsflokkinum við 1.885 personligum atkvøðum. Edmund fekk 2.416 persónligar atkvøður í 2015, men hóast afturgongd, vóru atkvøðurnar nóg nógvar til at tryggja honum sessin næstu fýra árini. Næstvaldur er Sjúrður Skaale úr Javnaðarflokkinum, sum fekk 3.331 persónligar atkvøður. Hetta eru væl fleiri enn til síðsta val, tá hann fekk 2.395 persónligar atkvøður. Útvarp og sjónvarp senda saman valkvøldið. Í sjónvarpsstovuni fylgja vertir og viðmerkjari við føroyska og danska valinum. Í kringvarps forgongini eru politikarar og aðrir gestir staddir, teir gera viðmerkingar bæði til útvarp og sjónvarp. Vit hava eisini fólk kring landið, sum fylgja við gongdini har. Alt kvøldið er eitt langt valkvøld, og vit seta ikki punktum, fyrr enn endaligu úrslitini eru komin í hús. Útvarp og sjónvarp senda saman valkvøldið. Í sjónvarpsstovuni fylgja vertir og viðmerkjari við føroyska og danska valinum. Í kringvarps forgongini eru politikarar og aðrir gestir staddir, teir gera viðmerkingar bæði til útvarp og sjónvarp. Vit hava eisini fólk kring landið, sum fylgja við gongdini har. Alt kvøldið er eitt langt valkvøld, og vit seta ikki punktum, fyrr enn endaligu úrslitini eru komin í hús. Mette Frederiksen úr danska Javnaðarflokkinum verður eftir øllum at døma nýggjur forsætisráðharri í Danmark, eftir úrlitið á valinum í gjár. Javnaðarflokkurin fekk bara eitt umboð aftrat, men Danski Soslialistaflokkurin og Radikali flokkurin tvífaldaðu sítt tingmannatal, og tí var úrslitið so gott. Føroyski kvinnubúnin hevur aftur veruliga vunnið hevd. Ikki bara sum siðbundið stás til kvinnuna, men sum ein livandi búni, ið flytur seg við tíðini. Hátíðarhaldið verður í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn, tí skotið verður latið av 5.274 metrar inni í tunlinum hvítanesmegin, sigur P f Eystur og Sandoyartunlar í tíðindaskrivi. Av tí at skotið verður latið av so langt inni í tunlinum, verður ikki mett ráðiligt at nógv fólk eru í tunlinum, men hendingin verður víst á stórskíggja í høllini. Á hátíðarhaldinum bjóðar nevndarformaðurin, Bergur Poulsen, vælkomin, síðani halda Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, og Niclas Foldbo, ein av verksetarunum, røðu, áðrenn Heðin Mortensen letur seinasta skotið av. Hetta eru børn, sum øll onnur børn, og tað er umráðandi fyri tey at røra seg og vera við í einum felagsskapi, sigur Súsanna Eliassen, sum er forkvinna í Eydnudeildini í Føroyum og mamma 13 ára gamla Gutta Eliassen, sum er við á liðnum. Nú leygardagin fara sjey av føroysku hondbóltsspælarunum í Eydnudeildini til lborg, tí har verður skipað fyri stóra tiltakinum Lykke Cup 2019. Sambært føroysku ferðslulógini eigur bilførari at boða politinum frá, tá hann er partur í ferðsluóhappi. Tað gjørdi maðurin, sum er dømdur í hesum málinum, ikki. Málið er eisini um seks tíma regluna í ferðslulógini. Hon sigur, at verður bilførari tikin ávirkaður áðrenn seks tímar eru farnir, síðani óhappið hendi, verður hann dømdur fyri at koyra ávirkaður, sama um hann var edrúur, tá hann koyrdi. Sambært dóminum steðgaði hann ikki eftir óhappið, hann hjálpti ikki tí, sum hann koyrdi á, og hann meldaði ikki óhappið til politiið. Hetta var fyrst í apríl 2015. Maðurin hevði promilluna 1,39, tá hann varð tikin. Hægstirættur lækkaði tó sektina niður í 1.750 krónur og álegði statskassanum at gjalda sakarkostnaðin hjá manninum í Føroya rætti, Eystari landsrætti og í Hægstarætti. Eingin ivi er um, at tann sparingin hevur við sær skerdar tænastur. Eldraøkið kostar, sambært fíggjarætlanini fyri Bú og heimatænastuna, beint yvir 55 milliónir krónur í ár. Vágs býráð viðgjørdi fíggjarætlanina herfyri og samtykti hana. Allar sjey kommunurnar í Suðuroynni skulu viðgera uppskotið um fíggjarætlan hjá Bú og heimatænastuni fyri hálvan juni. Royndarskipanin fyri eldraøkið í Suðuroynni, sum landsstýrið lovaði suðuroyingum fyrst í apríl, kom ikki aftur úr nevnd, áðrenn løgtingið fór í summarfrí. Sambært skipanini skuldi Bú og heimatæstan fáa 3,5 milliónir krónur í ár og 4,5 milliónir krónur næsta ár fyri at átaka sær at røkja nakrar uppgávur fyri Almannaverkið. Bú og heimatænastan skuldi taka avgerð um at veita dagtilhald, dagtilboð, ergoterapi, fysioterapi, fyribyrgjandi venjing, mattænastu, umlætting, koyritænastu og vegleiðing til fólk, yngri enn 67 ár, sum hava varandi sjúku, seinheilaskaða ella alkoholdemens. Í november í 2018, tá dómur fall í Landsrættinum í málinum ímóti leiðsluni í danska bankanum, slepti Fíggjarligt Støðufesti stevningini mótvegis uttanhýsis granskoðaranum, Hans Laksá. Í mai í ár datt enn ein partur av málinum burtur málið um spekulatiónsbyggingina Rømø Golf og Wellness Center umframt ein partur av málinum um Sydporten. Fyrrverandi leiðslan í Eik er stevnd eftir 150 milliónum krónum. Broytingarnar í málinum merkja, at rætturin skal taka støðu til fýra ítøkilig sokallað engagement Nevndin hevur gjørt av at veita trimum umsøkjarum listafólkaløn í trý ár, so tey burturav kunnu arbeiða við list innan tónleik, myndlist og bókmentir. Fyri tónleik var tað Jens L. Thomsen, sum fekk listafólkalønina. Fyri myndlist var tað Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard og fyri bókmentir var Carl Jóhan Jensen. Endamálið við listafólkalønunum er at bøta um umstøðurnar hjá yrkislistafólkum. Tey, sum fáa listafólkaløn, kunnu ikki røkja annað fast starv meðan tey fáa listafólkaløn. Listafólkini kunnu hava inntøkur av teirra skapandi virksemi. Upphæddin á eini listafólkaløn er á sama stigi sum ein læraraløn á lønarstigi 21.1. Tað, sum vit kalla skúli í dag, er ikki skúli í morgin. Tuomas Enbuske og Marta Westerlund taka samanum tankarnar um úbúgvingarskipanina í broyting. Daniel og Therese byggja síni dreymahús við útsýni yvir havið uttan fyri Halmstad. Men tey gera sær tað ikki lætt. Tí samstundis sum tey byggja, noyðist Daniel at ferðast umleið eina ferð um mánaðin í arbeiðsørindum. Vinnararnir av fólkatingsvalinum í gjár gjørdust Sjúrður Skaale úr Javnaðarflokkinum við 3,331 persónligum atkvøðum og Edmund Joensen úr Sambandsflokkinum við 1,885 persónligum atkvøðum. Tjóðveldi misti sítt umboð á fólkatingi. Eitt, sum sermerkti valið í gjár, var, at fleiri nýggj valevnir kláraðu seg sera væl. Uni Rasmussen úr Fólkaflokkinum var toppskorari hjá flokkinum við heili 827 persónligum atkvøðum, og fekk hann 80 atkvøður fleiri enn formaðurin Jørgen Niclasen. Eisini Kristian Andreasen úr Fólkaflokkinum kláraði seg væl, hann fekk 709 persónligar atkvøður, og Beinir Johannesenm, nýggja og unga valevnið hjá Fólkaflokkinum úr Norðoyggjum, stóð seg eisini sera væl við 677 atkvøður, og gjørdist toppskorari hjá Fólkaflokkinum í Klaksvík. Í Javnaðarflokkin fekk nýggja og unga valevnið Barbara Gaardlykke Apol 394 persónligar atkvøður og gjørdist nummar trý á listanum hjá Javnaðarflokkinum aftaná Sjúrð Skaale og formanninum Aksel V. Johannesen. Hervør Pálsdóttir úr Tjóðveldi fekk eisini lutfalsliga nógvar atkvøður sum nýtt valeni, 223. Og hóast Framsókn ikki fekk eitt gott val, tí flokkurin fór aftur við 0,8 prosentstigum, gjørdist toppskorarin hjá Framsókn nýggja valevni Bjarni Kárason Petersen við 147 persónligum atkvøðum. Tað eru fleiri orsøkir til tess, heldur Regin Berg, stjórnmálafrøðingur. Vit tosa eisini við Regin Berg um, hví júst Edmund Joensen og Sjúrður Skaale fingu so stóra undirtøka og vunni valið, og vísur hann á, at ein orsøk er at veljararnir leggja størri dent á ítøkilig úrslit og pragmatiskan politikk heldur enn á tjóðskaparligar hugsjónir. Eisini hevur valstríðið hjá Sjúrði Skaale, har dentur varð lagdur á ítøkiligt úrslit, riggað. Tjóðveldi fekk eitt vánaligt val. Flokkurin fór 5,9 prosentstig aftur og endaði við at fáa 18,6 prosent av atkvøðunum. Ein orsøk til tess er fiskivinnunýskipanin, metir Regin Berg, men hann leggur aftrat, at valstrategiin hjá Tjóðveldi, har dentur varð lagdur á sjálvstýrishugsjónina, ikki hevur vunnið undirtøku millum veljararnar. Eingin dugir betur at veiða enn djórini sjálvi, og Kari Toft fer hesaferð at eygleiða bóghvítuhvalir á sildaveiðu. Vit síggja nakrar sera áhugaverdar upptøkur av djórum, sum veiða, og menniskju og djór, sum veiða hvønnannan. Á fólkatingsvalinum í ár vunnu Edmund Joensen úr Sambandsflokkinum og Sjúrður Skaale úr Javnaðarflokkinum fólkatingsessirmar, meðan Tjóðveldi misti sítt umboð. Eitt, sum serliga eyðkendi føroyska fólkatingsvalið var, at fleiri ung og nýggj valevni stóðu seg sera væl. Vit skifta orð við Regin Berg, stjórnmálafrøðing, um valúrslitið. Nógvir føroyingar hava sæð filmin F gelf ngarens son. Vit umrøða filmin saman við Marnu Jakobsen. Á fólkatingsvalinum í ár endurvann Edmund Joensen úr Sambandsflokkinum fólkatingssessin. Og í dag er Edmund Joensen, sum hevur fráboðað at hann gevst sum løgtingsmaður, hósdagsgestur í Nón. TemaTýsdagurin hesa vikuna viðgjørdi og umrøddi fyribrigdið býarskipan við støði í Karlamagnusarbreyt og yvirhøvir. Og vit enda sendingina í dag við einum orðaskifti millum Anniku Olsen, borgarstjóra í Havn, Tróndi Sigurðsson, býráðslimi í Havn, og Marius M Müller, ið er deildarleiðari í byggi og býarskipanardeildini í Tórshavnar kommunu. Tú kanst hoyra sendingina her Daniel og Therese byggja síni dreymahús við útsýni yvir havið uttan fyri Halmstad. Men tey gera sær tað ikki lætt. Tí samstundis sum tey byggja, noyðist Daniel at ferðast umleið eina ferð um mánaðin í arbeiðsørindum. Onnur nýggj nøvn, ið høvdu fingið løgtingssess, eru Christian Andreasen og Beinir Johannesen í Fólkaflokkinum, Barbara Gaardlykke Apol í Javnaðarflokkinum og Eyðdis Hartmann Niclasen í Sambandsflokkinum. Haraftrat hevði Sonja Jógvansdóttir komið inn fyri Tjóðveldi og Helgi Abrahamsen hevði verið valdur innaftur fyri Sambandsflokkin. Men tað fer løgtingsvalið at avgera. Landsstýrismaðurin, sum varðar av útlendingamálum og integrasjón, er samdur í, at kravd møtiskylda skal vera til frálæru til tilflytarar. Veitingarskipið Sjóborg hjá Skansi Offshore, sigldi í nátt á oljuboripallin Statfjord A í Norðsjónum, skrivar orkufelagið Equinor í tíðindaskrivi. Sjóborg er nú á veg til Noregs. 276 fólk vóru á Statfjord A, tá óhappið hendi. Fólkini verða nú flutt til aðrar pallar í Norðsjónum. Sjóborg arbeiddi við Statfjord A, tá óhappið hendi klokkan knappliga eitt okkara tíð í nátt. 12 mans eru við Sjóborg. Skaðin, sum Statfjord A fekk, verður nú kannaður. Jens Meinhard Rasmussen, stjóri á Skansi Offshore, sigur at enn vita tey ikki hví skaðin er hendur, men at tað verður farið undir at kanna nú. Kæran er send Kærustovninum og Kærunevndini í lendismálum, sum í fyrstu atløgu hevur sent kæruna til ummælis hjá Sands kommunu. Tað váttar borgarstjórin, Brandur Sandoy. Ein meiriluti í bygdaráðnum atkvøddi fyrr í ár ímóti at geva prinsipielt byggiloyvi til nýggja fjósið á Sandi. Borgarstjórin, sum vanliga umboðar meirilutan í bygdaráðnum, var ikki partur av meirilutanum. Økið er lagt út til landbúnað í byggisamtyktini, tveir virkisbygningar eru longu á økinum, men bygginevndin hjá Sands kommunu metti millum annað, at fjósið fór at liggja ov tætt landsvegnum, ánni oman á sandin og sethúsum á Sandi. Málið er viðkvæmt, tí Poul Klementsen, bygdaráðslimur og bóndi, er vanliga partur av meirilutanum í bygdaráðnum, men atkvøddi ímóti at geva byggiloyvi til nýggja fjósið. Teir tríggir, sum hava kært, eru Ottar Hentze, Eynar Martin Kjærbo og Jógvan Olsen. Ætlanin er, at byggja nýtt stórt felagsfjós til umleið 60 mjólkineyt við stórrakstrafyrimunum, har ætlanin eisini er at hava nakað av ferðavinnuvirksemi. Fólkið í Húsinum í Kollafirði er ættað úr Homrum. Langabbi Torbjørn Joensen, Teanjardus, og langabbabeiggin, Díðrikur, bygdu áfast hjá hvørøðrum í Húsagerðinum. Abbin, Hús Andrass, bygdi upp í somu lonir. Húsagerðið var burturav Sjóvargarði og Tinggarðinum. Pápabeiggin Martin bygdi niðri við Sjógv, og skyldmenn bygdu nú hvør eftir annan út eftir vegnum við kirkjuna. Pápin, Jógvan í Húsinum, var formaður í sóknarstýrinum, tá Kjartan Mohr kom á Kollafjørð við flótidokkini. Tórbirni dámar illa vegin gjøgnum Kollafjørð og líkar ikki, at grønir blettir eru farnir undir asfalt. Landsins ráðandi hava ongantíð unt Kollafirði útbygging og menning, heldur 83 ára gamli Torbjørn Joensen. Silly Walks er úr sjónvarpsrøðini Monty Python. Sjónleikarin John Cleese spælir, at hann arbeiðir í Ministry of Silly Walks, og hevur tá fleiri stuttlig gonguløg. Gestir um eftirmeting av valstríðnum Jacob Vestergaard, Fólkaflokkinum, Bjørt Samuelsen, Tjóðveldi, Jóhann Mortensen, journalistur, Árni Gregersen, journalistur, og Georg L. Petersen, tíðindaleiðari, KvF. Hann var Føroya løgmaður í størstu krepputíð í nýggjari tíð. Hann hevur verið løgtingsformaður, og nú er hann valdur á fólkating fyri fjórðu ferð. Hann viðgongur, at hann hevur runnið sum fluga í fløsku stóran part av lívinum, og tí hevði tað ikki borið til uttan konuna Edfríð. Hoyr prátið við Edmund Joensen, sum varð gjørt dagin eftir, at hann vann fólkatingssessin aftur. Síðst politiska starvið, sum hann fer at røkja, tí hann stillar ikki upp aftur til løgtingsvalið. Týsdagin 29. januar 2019 føddi Guðri eineggjaðar tvíburðar. Eva Vón og Ester Lív sóu dagsins ljós. Tað var ein trupul barnsburður, tí í seytjandu viku, varð staðfest, at alt ikki var, sum tað átti at vera. Tey kundu tá velja at eira einu gentuni, taka báðar, ella als onki ger. Í bólkinum eru tvey fólk fyri Pedagogfelagið, tvey fyri Almannaverkð og eitt fólk fyri Fíggjarmálaráðið. Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum hevur sáttmálan við Pedagogfelagið. Herfyri gjørdi Pedagogfelagið vart við, at Almannaverkið ikki rindar pedagogum yvirtíð, tá tey arbeiða meira enn 40 tímar um vikuna. Stjórin í Almannaverkinum, Edvard Heen, svaraði, at 20 ára gomul siðvenja er, at pedagogar fríganga í staðin fyri at fáa yvirtíð goldna. Stjórin í Almannaverkinum heldur tí, at hetta er eitt mál, sum Pedagogfelagið skal loysa saman við Fíggjamálaráðnum. Men Pedagogfelagið hevur ikki fíngið at vita enn, hvat Fíggjarmálaráðið heldur um hetta. Bólkurin, sum nú er settur, skal millum annað viðgera hetta málið, sigur formaðurin í Pedagogfelagnum, Jógvan Philbrow. Eitt annað mál er eftirlønin hjá tímaløntum pedagogum. Løgreglan handtók munkin fyrr í vikuni, tá hann gekk í havnagøtum og bað fólk um at lata peningagávu til eitt átrúnaðarligt endamál, og afturfyri fingu fólk eina bók. Útvarpið tosaði við munkin, ið gongur undir navninum Ananda das, áðrenn hann skuldi møta á løgreglustøðini í gjár klokkan 13. Hann varð seinni á degnum útvístur. Ananda Das er enskur ríkisborgari, ættaður úr India og býr í Ungarn. Hann skuldi bara vera í Føroyum í nakrar fáa dagar og hevði ferðaseðil til Bergen mánadagin, har hann skuldi í kleystur. Ananda Das hevur torført við at skilja, at hann skal útvísast. Seinastu árini hevur hann virkað sum Hara Krishna munkur í fleiri ymiskum londum, uttan at løgreglan ella nakar annar hevur fingið ilt av tí. Hann var ikki greiður yvir, at hann gjørdi nakað ólógligt og gavst í somu løtu løgreglan greiddi honum frá, at hann breyt lógina við at selja bøkur. Tað er ikki eydnast okkum at fáa samband við hann, eftir at hann í gjár varð settur á eitt flogfar av løgregluni við eini bót og einum innferðarbanni. Sambært Hera Andreassen á kanningardeildini hjá løgregluni, so er tað danska útlendingastýrið, sum ger av, um ein útlendskur ríkisborgari, sum hevur brotið lógina her í landinum í hesum føri við at selja bøkur uttan loyvi skal útvísast og hvussu langt innfarðarbann, hann fær. Spurdur um tað ikki er ein ógvuslig revsing fyri at hava prædikað og selt nakrar bøkur í góðari meining, svarar Heri Andreassen, at løgreglan als ikki ger tílíkar metingar, men einans fyriheldur seg til galdandi lóggávu. Fleiri fakfeløg harta nú Heilsu og Innlendismálaráðið fyri ikki at yvirhalda almenna setanarpolitikkin í samband við setanina av nýggjum forstjóra og sjúkrahússtjóra í sjúkrahúsverkinum. Í almenna starvsfólkapolitikkinum stendur millum annað, at starvsbólkar og álitisfólk skulu verða í eini setanarnevnd. Tað eru tað ikki í setanarbólkinum, ið Heilsu og Innlendismálaráðið hevur sett at seta stjórarnar. Tað hava fakfeløgini, ið eru umboðað á sjúkrahúsverkinum, talað at, men tey hava fingið at vita úr Heilsu og Innlendismálaráðnum, at Ráðið í hesum føri hevur avgjørt at manna setanarnevndina við umboðum úr stjórnarráðum, leiðslupersónum umboðandi sjúkrahúsini og umboð fyri verðandi leiðslutoymi fyri Sjúkrahúsverk Føroya, soleiðis at talan er um umboð, sum viðkomandi stjórar skulu vísa til uppeftir, eru á linju við ella sum vísa beinleiðis til viðkomandi stjórar. Sostatt er setanarnevndin mannað við umboðum fyri leiðslu og starvsfólkum, ið viðkoma starvsøkinum sambært setanarpolitikki landsins. Fakfeløgini vísa á, at ein stjóri skal samstarva við allar starvsbólkar á arbeiðsplássinum og skal umfata øll starvsøki. Tí meta tey tað ikki verða í tráð við galdandi reglur um almennan starvsfólkapolitikk. Mentanarnáttin í Kringvarpinum byrjar nú klokkan 16. Tá letur upp listaframsýning við Fríðu Berg, Heiðriki á Heygum og Bárði Dal Christiansen. Helena Joensen og Andrias Bl svær spæla violin og flygil. Og Jóanes Nielsen og Rannvá Holm Mortensen lesa upp egnar yrkingar. Klokkan fimm er konsert við Jasmin og Vinjari. Og klokkan hálvgum seks er konsert við plátuaktuella Fróða og Bartali. Savnið er opið frá klokkan hálvgum fimm og klokkan fimm verða rundferðir í Krinvarpshúsinum. Øll eru vælkomin. Føroyski landsliðsvenjarin, Lars Olsen, hevur kunngjørt, hvørjir ellivu spælarar byrja inni í EM undankappingardystinum ímóti Spania í kvøld. Heini Vatnsdal byrar á verjukenda miðvøllinum og frammanfyri hann á sentrala miðvøllinum byrja Hallur Hansson og Brandur Hendriksson Olsen. Um stutta tíð verður farið at bora Sandoyartunnilin, men grótið úr honum verður neyvan brúkt, og tí verður tað tyrvt í haganum oman fyri Velbastað og Gomlurætt. Hoyr sendingina her Lutakarar, Monika Midjord Nolsøe, Fía Lindenskov, Súsanna Husgaard Niclasen, Margreta Nónklett, Suni Merkistein, Jón Brian Hvidtfeldt, Alfred E. Eliasen og Mikkjal G. Hansen. Hvussu ávirkar fartelefonin kropsmálið Maria og Daniel eru telefontrælir. Tey eru við í eini roynd, sum er ein vika við telefon detox. Hvussu uppliva tey hetta ikki at hava fartelefonina at krógva seg í Fyri fyrstu ferð í 16 ár standa sosialdemoktratarnir á odda fyri stjórnini. Antti Rinne verður nýggjur forsætisráðharri. 19 ráðharrar eru í stjórnini og 11 av teimum eru kvinnur. Fimm flokkar eru í stjórnini, sosialdemokratiski flokkurin, Centerflokkurin, Tey Grønu, Vinstrasamgongan og Svenski Fólkaflokkurin. Flokkarnir hava samráðst í rúma tíð, og nú er samgonguskjal skrivað. Hóast Centerflokkurin hevði afturgongd á valinum, so fekk flokkurin bæði fíggjarmálaráðharran og verjumálaráðharran í nýggju stjórnini. Fyrrverandi leiðarin í Grøna flokkinum, Pekka Haavisto, sum hevur starvast fyri ST, verður nýggjur uttanríkisráðharri. Í juli tekur Finnland við formansskapinum í ES, eftir Rumenia. Sosialdemokratarniur gjørdust størsti flokkur á valinum 14. apríl, men var bara 0,2 prosentstig frammanfyri høgraflokkin, Sonnu finnarnir. Stjórnarflokkarnir hava 117 av teimum 200 limunum í tjóðartinginum. Tað verður gjørt fyri at fáa greiði á, hvussu plast til biofiltur verður handfarið og flutt, og hvussu byrgt verður fyri, at hesi sleppa út í umhvørvið. Tað sigur Umhvørvisstovan í tíðindaskrivi í gjárkvøldi. Síðani ljós varð varpað á hesa plastdálking frá sonevndum biofiltrum hevur Umhvørvisstovan kannað tilburðirnar. Í einum føri hevur eitt alifelag sett sekkir við brúktum filturlutum á eitt øki í Miðvági fyri nøkrum árum síðani. Hol var komið á onkrar av sekkjunum, og vórðu teir beindir burtur fyri rúmari tíð síðani, men lendið varð ikki ruddað tá og tí hevur ein ávís nøgd av plastlutum ligið eftir í lendinum. Umhvørvisstovan hevur fingið váttan frá alifelagnum fyri, at økið nú er ruddað. Hin hendingin er dálkingin, sum varð staðfest í Skálafirði, har eitt stórt tal av plastlutnum lá fram við sjóvarmálanum. Út frá upplýsingum, Umhvørvisstovan hevur fingið, er tann mest sannlíka niðurstøðan, at tað er hent eitthvørt útlát lokalt á Skálafirði av plastlutum, sum verða brúktir til biofiltur á smoltstøðum. Samstundis er eyðsæð, at útlátið kann ikki vera hent beinleiðis frá eini smoltstøð, tí ongin slík er á Skálafirði. Nøgdin av einsháttaðum lutum bendir á, at dálkingin er hend í einum. Alt bendir tí á, at óhappið er hent, har ein størri nøgd av hesum lutum eru goymdir, fluttir ella á annan hátt handfarnir. Løgreglan kannar málið víðari. Umhvørvisstovan minnir á, at tað er ikki loyvt at lata burturkast liggja og rekast í náttúruni. Mette Frederiksen og danski Javnaðarflokkurin fara í dag at samráðast við SF, Eindarlistan og Radikala Vinstra, umframt tey grønlendsku umboðini. Eisini panelið var í iva, tí tað snýr seg um at vísa í verki, tað tú vilt, at børnini skulu læra. Tó so, tá børnini eru farin í song, er søgan ein onnur. Hetta vóru tey øll samd um. Erliga panelið var eisini á einum máli um at siga kortanei til valsvik, men tey vóru ósamd um, hvussu nógv man skal avmarka sínar dreymar og síni ynski av umhvørvisávum. Í seinasta Also panelinum á hesum sinni eru Símun Gullaksen, Dánjal Samuelsen og Oda Wilhelmsdóttir Andreasen. Grein 40, stk.3 í lógini um fyrisiting av sjófeingi sigur, at landsstýrismaðurin kann geva serstakt loyvi til fiskiskap í føroyskum sjógvi í sambandi við ferðavinnu. Landsstýrismaðurin kan áseta nærri reglur um treytir fyri fiskifar, fiskiskapi, fiskileiðir, friðað øki, veiðinøgdir, reiðskapi og annað. Loyvt er ikki at avreiða veiðu frá slíkum fiskiskapi. Tá Brimil tók teir fýra útróðrarbátarnar út fyri Porkeri seinnapartin, vísti tað seg, at týsku ferðamenninir høvdu eingi slík loyvi Sambært Óla Hans Olsen, skipara á Brimli, greiddu týskararnir frá, at teir skuldu hava veidda fiskin við sær heimaftur til Týsklands. Týsku ferðamenninir leiga bátar frá føroyingum, og myndugleikarnir skulu nú eisini taka støðu til, um føroyingarnir skulu sektast fyri sín leiklut. Sambært Óla Hans Olsen, hevur fiskiveiðieftirlitið ikki verið varug við henda trupulleika, fyrr hann bleiv almennur í fjølmiðlunum og løgtingsmaðurin Kári P. Højgaard setti ein grein 52 fyrispurning um málið. Nummar Bátanavn Tíð Stig Gult kort Reytt kort 1 Royndin Fríða 05 30.26 7 0 0 2 Sílið 05 31.10 6 0 0 3 Drekin 05 31.37 5 0 0 4 Heykur 05 32.45 4 0 0 5 Firvaldur 05 34.01 3 0 0 6 Karin 05 34.07 2 0 0 7 Tjaldrið 05 35.36 1 0 0 8 Ørnin 05 45.02 0 0 0 Nummar Bátanavn Tíð Stig Gult kort Reytt kort 1 Blikur 05 53.30 7 0 0 2 Drekin 05 57.16 6 0 0 3 Firvaldur 06 01.04 5 0 0 4 Frúgvin 06 04.30 4 0 0 5 Rókurin 06 05.31 3 0 0 6 Kollur 06 08.17 2 0 0 7 Báran 06 11.23 1 0 0 8 Fenja 06 12.28 0 0 0 9 Sílið 06 17.25 0 0 0 Grikkaland var hersett frá 1941 til 1944, og fleiri grikskar oyggjar vórðu undir týskum veldi líka til kríggið var av í 1945. Hesi árini lótu útvið 300.000 grikkar lív av krígsávum. Í 2016 gjørdi ein kommissión, sett av griksku stjórnini, ta niðurstøðu, at Týskland eigur at rinda Grikkalandi tilsamans 312 milliardir dollarar í endurgjaldi, tað eru umleið 2060 milliardir danskar krónur. Men samstundis hevur Týskland tvíhildið um, at endurgjaldsspurningurin mótvegis hersettu londunum er avgreiddur. Eittnú fingu griksk krígsoffur 115 milliónir D markar í endurgjaldi, afturi í 1960. Kortini hevur grikska stjórnin um dagarnar kravt endurgjald frá Týsklandi. Grikski sendiharrin í Berlin handaði formliga kravið til týsku stjórnina. Jyllands Posten endurgevur týskar fjølmiðlar fyri at samantvinna grikSska kravið við tjóðartingsvalið í Grikkalandi 7. juli. Víst verður á, at hetta er ikki fyrstu ferð, at endurgjaldskrav móti Týsklandi er partur av einum valstríði í Grikkalandi. Hin grønlendski fólkatingslimurin, Aki Mathilda Høegh Dam, sum er vald fyri flokkin Siumut, stuðlar kravboðunum, sum eru stílað beinleiðis til Mette Frederiksen, forkvinnu í danska Javnaðarflokkinum. Í Grønlandi í dag er fimta hvørt barn kynsliga misnýtt, og í Grønlandi vilja tey nú hava ein vanlukkugrunn settan á stovn, millum annað við pengum úr Danmark. Tað varð samtykt í grønlendska landstinginum týsdagin, altso dagin fyri fólkatingsvalið. Danmark skal hjálpa til, tá talan er um misnýttu børnini, samtykti meirlutin í landstinginum, tó uttan at nágreina neyvt, hvussu henda hjálpin skal koma til sjóndar. Hetta kemur í kjalarvørrinum av sendingini Býurin, har børn hvørva, sum Danmarks Radio gjørdi. Sendingin vísir millum annað, hvussu børn og ung í býnum Tasiilaq í áravís hava biðið um sálarfrøðiliga hjálp frá kommununi, tí tey eru misnýtt, men hjálpina hava tey ongantíð fingið. Samstundis fáa tey, sum fremja kynsligu misnýtsluna, so at siga onga professionella hjálp og tí kann misnýtslan í versta føri halda fram. Ættarlið eftir ættarlið kennir til kynsliga misnýtslu. Tað oyðileggur lív og førir til misnýtslu og sjálvmorð, skrivar Aaja Chemnitz Larsen millum annað til í einum telduposti til Ritzau. Tað er Ráðið fyri fólkaheilsu, sum síðsta mánað kunngjørdi hagtølini um, at fimta hvørt barn í grønlandi er kynsliga misnýtt. Somu hagtøl siga eisini, at triðja hvørt barn, sum er føtt í nítiárunum er uppvaksið í einum heimi, sum er merkt av rúsdrekka misnýtslu og harðskapi. La Sagrada Familia verður mett at vera høvuðsverkið hjá arkitektinum Antoni Gaudi. Hóast arbeiðið upp á kirkjuna byrjaði í 1882, søktu tey ikki um byggiloyvi fyrr enn í 1885. Men sambært myndugleikunum er tað einki, sum bendir á, at byggiloyvið er játtað. Tí er grunnurin, sum stendur á odda fyri at byggja og varðveita kirkjuna, komin ásamt við býráðið í Barcelona um at rinda eina bót á 34 milliónir krónur, sum skal vera eitt slag av endurgjaldi fyri at byggja uttan loyvi. Samstundis er byggiloyvið so latið fram til 2026, tá kirkjan ætlandi skal vera endaliga liðug. Og í 2026 eru júst 100 ár liðin síðani Gaudi doyði. Norra hevur bara fingið tvey stig av níggju møguligum, og tí er ein sigur á Føroyum eitt krav, um Norra framvegis skal hava realistiskan møguleika at spæla seg víðari til EM endaspælið í 2020. Kritikkurin peikar mest eftir,at verjuspælið hjá liðnum hevur verið vánaligt í trimum teimum fyrstu dystunum í hesum EM undanspælinum. Í fyrsta dystinum taptu teir 1 2 á útivølli fyri Spania, síðani spældu teir 3 3 javnleik ímóti Svøríki á heimavølli og fríggjakvøldið spældu teir á heimavølli 2 2 javnleik ímóti Rumenia. Norskir fjepparar vóru vónbrotnir um dystin móti Rumenia, tí tá 70. minuttir vóru spældir var Norra á odda 2 0. Rumenia svaraði aftur eftir 77. minuttir og væl inni í yvirtíðini javnaðu rumenar til 2 2. Vit vóru óhepnir í dystinum ímóti Rumenia. Teir høvdu tveir málmøguleikar og skoraðu tvey mál. Hatta var ein dystur, sum vit burdu havt vunnið 4 0, segði Lars Lagerback. Liðið er væl skipað, teir eru kropsliga sterkir og Lars Olsen hevur ígjøgnum nógv ár syrgt fyri, at teir arbeiða saman sum eitt lið. Avbjóðingin hjá Føroyum er, at fleiri spælarar ikki dagliga spæla á nóg høgum stigi, men teirra stríðsvilji vigar mangan upp ímóti tí, segði Lars Lagerback Venjarin, Lars Lagerback, letur vanliga ikki spælarar, sum ikki megna at venja dagin fyri, spæla dagin eftir, og hann segði á tíðindafundinum, at tað er ivasamt um King spælir ímóti Føroyum. Joshua King, sum dagliga spælir fyri enska Bournemouth, er spælarin í norska hópinum, sum hevur skorað flest landsliðsmál. Hann hevur skorað 14 mál í 40 dystum. Støðan í bólki F 1.Spania 3 dystir 9 stig 2.Svøríki 3 dystir 7 stig 3.Rumenia 3 dystir 4 stig 4.Malta 3 dystir 3 stig 5.Norra 3 dystir 2 stig 6.Føroyar 3 dystir 0 stig Úrslit í bólki F 23.09.2019 Malta Føroyar 2 1 23.09.2019 Svøríki Rumenia 2 1 23.09.2019 Spania Norra 2 1 26.03.2019 Malta Spania 0 2 26.03.2019 Norra Svøríki 3 3 26.03.2019 Rumenia Føroyar 4 1 07.06.2019 Føroyar Spania 1 4 07.06.2019 Norra Rumenia 2 2 07.06.2019 Svøríki Malta 3 0 Sjálvur skrivar Hjalmar Zachariassen á Facebook, at tá gjárdagurin var av, hevði tað eydnast honum saman við øðrum fólki at savna 137 undirskriftir. Hjalmar Zachariassen vil stilla upp til løgtingsvalið við Føroyaflokkinum, sum eitt nú fer at leggja dent á ein frían marknað og at fáa frælsi aftur til fólkið. Hann hevur áður roynt at stilla upp við Føroyaflokkinum, men slepti ætlanini og fór síðani upp í nýstovnaða flokkin Framtakið fyri rættinum at velja kannabis , men fór síðani úr aftur flokkinum og ger nú enn eina roynd at stilla upp við Føroyaflokkinum. Fyri kortum vunnu Søllerød Kro og Jan Restorff The Nordic Prize sum Ársins matstova og í gjár var tíðin komin til enn ein heiður. Hesaferð er talan ársins service uppliving, sum AOK hjá blaðnum Berlingske letur 19. árið upp í slag. Talan er um viðurkenda Byens Bedste yvirlitið, sum fevnir um alt frá ársins nýbyggjaríi til ársins gourmet uppliving og ársins service uppliving. Og hana vann Søllerød Kro. Sjálvur var Jan Restorff um gestirnar á Søllerød Kro, tí var tað tænaralærlingurin Høgni Olsen úr Klaksvík, sum tók í móti virðislønini á Kunsthal Charlottenborg í Keypmannahavn í gjárkvøldið. Á Søllerød Kro lesur Jan Restorff innastu tankarnar hjá gestunum av og syrgir fyri, at eisini tað, sum ikki verður sagt, verður nøktað. Stórdysturin hjá føroyska manslandsliðnum í fótbólti í móti Spania fríggjakvøldið er farin aftur um bak, punktum er sett og nú verða kreftirnar brúktar upp á fyrireiking til dystin í móti grannunum í Norra í annaðkvøld. Uppgávan hjá landsliðnum er at byggja víðari á góðu tættirnar, sum vóru at síggja fríggjakvøldið, sigur Atli Gregersen, liðformaður á føroyska fótbóltslandsliðnum. Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur í áravís samskift við Føroya Fiskaaling um at rudda eitt øki við einari gamlari smoltstøð inni á Skálabotni. Føroya Fiskaaling, sum hevur havt eina lívfiskastøð á staðnum, stendir sum loyvishavari og hevur tí ábyrgdina av, at økið verður ruddað. Samskiftið millum Føroya Fiskaaling og Heilsufrøðiligu Starvsstovuna byrjaði í 2010 við at aliloyvið var tikið aftur tí einki virksemi var. Heilsufrøðiliga Starvsstovan heitti tann 30. september í 2010 á Føroya Fiskaaling um at rudda øki, sum alilógin áleggur loyvishavaranum. Á málinum, sum Kringvarpið hevur fingið innlit í, sæst, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan rykkir Fiskaaling eftir at rudda økið fleiri ferðir fyrstu ferð í september í 2011, tá felagið fær eina freist til at fáa viðurskiftini í rættlag til januar í 2012. Í januar í 2012 skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan aftur eina áminning til Fiskaaling. P F Fiskaaling fær nú freist at rudda økið til 1. februar 2012. Men í mai sama ár, spyr Heilsufrøðiliga Starvsstovan aftur til ruddingina. Nú er svarið, at Fiskaaling hevur verið í Noreg, men at nú verður ruddað. Síðani hendir einki í góð fimm ár. Støðin liggur í Eysturkommunu, men í 2017 skrivar Runavíkar Kommuna til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, at bygningarnir eru í so ringum standi, at vandi er fyri, at teir fara í einum stormi. Tann 2. februar í 2018 góð átta ár eftir fyrstu áheitanina á Føroya Fiskaaling skrivar tekniski leiðarin í Runavíkar Kommunu aftur til Fiskaaling og Heilsufrøðiligu Starvstovuna. Hesuferð við myndum av eini bingju frá ávikavist 17. januar og 6. februar í 2018. Tann 22. februar í 2018 ringir Alfred Petersen, sum nú er formaður í Føroya Fiskaaling, til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna og sigur, at gongd er í málinum. Landsverk, sum hevur keypt ein part av økinum, hevur átikið sær at rudda. Fiskaaling vil ikki hava ein ástaðarfund tí tey vita, hvat skal ruddast, sigur formaðurin. Á teldusamskiftinum millum partarnar sæst, at tekniski leiðarin hjá Runavíkar Kommunu ikki hevur góðar vónir um, at nakað fer at henda í málinum. Kommunan hevur ætlanir um at hitta Landsverk viðvíkandi ruddingini, fyri at tryggja sær, at tað verður gjørt rætt. Men ruddingin er eitt mál millum Heilsufrøðiligu Starvsstovuna og Føroya Fiskaaling, sigur løgfrøðingurin hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni Fyri okkara viðkomandi er tað líkamikið um Fiskaaling hevur selt útgerð ella annað víðari til triðja part. Fiskaaling er framvegis loyvishavarin, sum hevur ruddingarskylduna, og avgerðin hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni er rættað móti Fiskaaling og ikki keypara, í hesum føri Landsverk. Viðvíkjandi ákæruni um at tað ikki er álitisvekjandi, at tað ganga eini 5 ár frá einum virkisemi í málinum til næsta virksemi í málinum, skal viðmerkjast, at bæði Runavíkar kommuna og Eysturkommuna fingu avrit av avgerðini um afturtøku av aliloyvinum. Avgerðin er dagfest 30. september 2010. Í avgerðini stendur, at økið skal ruddast, og hevur Runavíkar Kommuna sostatt havt upplýsingar um, at rudding er kravd í Skálafirði síðani 2010. Í mars í ár skrivar Johanna Køtlum, stjóri í Fiskaaling, at Fiskaaling hevur ruddað sín part, og at Landsverk hevur bundið seg til at rudda tann partin, sum Landsverk hevur keypt haraftrat at Fiskaaling hevur ætlanir um at lata onkrar leivdir standa, tí bygningarnir eru søguligir. Johanna Lava Køtlum hevur síðani einki hoyrt aftur frá Heilusfrøðiligu Starvsstovuni. Sambært Bárði Enni, stjóra á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni er málið ikki liðugt. Smolstøðin varð ruddað í mars í ár, sigur Johanna Lava Køtlum, sum vísir aftur at málið ikki er avgreitt. Føroya Fiskaaling vil lata nakrar leivdir standa eftir smoltstøðini, sum var fyrsta smoltstøð í Føroyum. Heilsufrøðiliga Starvsstovan vil hava økið aftur til upprunaliga standin. Annar hvítisunnudagur er í dag og eins og seinastu árini verður útigudstænasta í Gundadali. Tað eru prestarnir í Suðurstreymoy, ið skipa fyri gudstænastuni, sum verður klokkan 11. Heri Joensen prædikar. Hetta er sjeynda árið, at skipað verður fyri útigudstænastu í Gundadali annan hvítusunnudag. Útigudstænastan plagar at savna nógv fólk viðhvørt hava fleiri enn túsund fólk verið. Í Fuglafirði verður skipað fyri útigudstænastu í kirkjulundini, beint við síðuna av kirkjuni. Fuglafjarðar hornorkestur spælir til sálmasangin, Anne Mette Greve Klemensen, sóknarprestur, prædikar. Inntøkurnar hjá Sunda kommunu í fjør settur met. Inntøkurnar vóru 89,9 milliónir krónir. Tað sæst á heimasíðuni hjá Sunda kommunu. Raksturin vísti eitt avlop uppá 25,6 milliónir krónur. Løgurnar vóru 26,7 milliónir krónur, og tí var samlaða úrslitið eftir løgur 1,1 millión krónur. Bæði rakstur og løgur vístu eina minni nýtslu enn ætlað var í fíggjarætlanini fyri 2018. Serliga var tað skúlabyggingin, sum vísti eina minni nýtslu enn ætlað. Hetta tí at byggingin er seinkað. Skúlin verður liðugur fyrra hálvár komandi ár. Samlaðu inntøkurnar hjá Sunda kommunu vóru 9,1 milliónirkrónur størri enn fíggjarætlanin vísti. Tí var samlaða úrslitið 26,3 milliónirkrónur betri enn fíggjarætlanin vísti. Eindarlistin, SF, Radikala Vinstra og Sosialdemokratarnar samráðast. Hetta er triði fundur á rað millum flokkarnar, og í gjár var vælferð og fígging á skránni. Og eftir fundin vóru bæði Mette Frederiksen, forkvinna í Sosialdemokratiska flokkinum og Morten Østergaard, formaður fyri Radikala Vinstra bjartskygd. Líkt er til, at vit kunnu manna ein bát, og gerast samd um, hvønn veg vit skulu fara. Og útlitini fyri at Mette Frederiksen verður forsætisráharri eru góð , segði Morten Østergaard aftaná fundin. Mette Frederiksen var eisini bjartskygd. Vit hava havt tríggjar góðar samráðingar, og vit eru samd um nógv. Men vit skulu eisini vísa danskarunum, at vit kunnu fíggja tað, sum vit lova , segði Mette Frederiksen. Tá tað snýr seg um fígging, eru vit framvegis ósamd um nógv, og har noyðast vit at finna eina semju, men tað sær gott út , segði hon aftaná fundin í gjár. Eindarlistin, SF og Radikala vinstra krevja allir eitt minsta mark fyri talinum av starvsfólkum í vøggustovum og barnagarðum, at lækkingin av játtanini til útbúgvingar verður steðgað og eitt vælferðarlyft, men flokkarnir eru ósamdir um, hvussu hetta skal fíggjast. Radikali Vinstra vil fíggja vælferðarlyftið við at fáa fleiri arbeiðsleys, flóttarfólk og tilflytarar í arbeiði, meðan Eindarlistin vil fíggja eitt nú minstamarkið fyri talið av starvsfólkum á dagstovnum við at broyta skattin. Pernille Skipper, politiskur leiðari fyri Eindarlistan segði áðrenn samráðingarnar í gjár, at Eindarlistin ikki vil góðtaka fíggjarleistin hjá Radikala Vinstra. Tað er týdningarmikið, at vit ikki stinga fingrarnar niður í lummarnar hjá fólkapensionistunum og teimum arbeiðsleysu , segði hon áðrenn fundin í gjár. Royndarverkætlanin við sjóvarfalsorku í Føroyum, sum SEV og svenska fyritøkan Minesto samstarva um, hevur fingið játtaðar 2,5 milliónir evrur í stuðli úr Horizon 2020 grunninum hjá ES. Tær 2,5 milliónir evrurnar frá ES verða latnar til arbeiðið at seta tveir Deep Green drekar út í Vestmannasund fyri síðan at heysta orkuna, sum drekarnir framleiða úr sjóvarfallinum. Føroyski venjarin, Lars Olsen, váttar, at hann fer at gera einar tvær broytingar á føroyska liðnum í mun til dystin móti Spania fríggjakvøldið. Gitt verður, at Rógvi Baldvinsson loysir av Heina Vatnsdal á miðvøllinum. Dysturin móti Norra er serligur hjá Rógva Baldvinsson. Hann er uppvaksin í Norra og hevur alla sína fótbóltsuppaling haðani. Hann er kortini føddur í Føroyum og hevur føroysk foreldur. Hann er tí eitt sindur í eini tvístøðu, tí hann kennir seg bæði sum føroying og norðmann. Rógvi Baldvinsson væntar ein øðrvísi dyst í kvøld enn fríggjakvøldið, men heldur, at vit mugu kortini taka dystin móti Norra í sama álvara sum dystin móti Spania. Dysturin byrjar klokkan 19.45. Útvarpið byrjar at senda upphiting til dystin klokkan 18.20, og sjónvarpið sendir frá klokkan 19.15. Royndarverkætlanin við sjóvarfalsorku í Føroyum, sum SEV og svenska fyritøkan Minesto samstarva um, hevur fingið játtaðar 2,5 milliónir evrur í stuðli úr Horizon 2020 grunninum hjá ES. Hetta svara til um 20 milliónir krónur. Og stuðulin kann hava við sær, at SEV skjótari finnur eina tøkni, sum kann framleiða sjóvarfalsorku í føroyskum sjóøki, sigur Terji Nielsen. SEV og svenksa fyritøkan Minesto hava formliga samstarva um royndarverkætlanina síðani november í fjør, og tær 2,5 milliónir evrurnar frá ES verða ítøkiliga latnar til arbeiðið at seta tveir Deep Green drekar út í Vestmannasund. Terji Nielsen sigur, at hesir drekarnir møguliga riggar betri til føroyska umhvørvið enn stórar og tungar sjóvarfalsturbinur, sum verða festar á havbotnin, tí rákið í Føroyum hevur víst seg ikki at verða nóg hart til turbinurnar. Terji Nielsen vísur tó á, at sjóvarfalsorka framvegis er á royndar og menningarstøði, og at tað framvegis er torført at finna eina sjóvarfalstøkni, sum kann framleiða streym í Føroyum í nøgdum sum eru fíggjarliga burðardyggar. Royndarverkætlanin heldur áfram í tvery ár aftrat, og eydnast tað at fáa drekarnar at rigga, og at framleiða so stórar nøgdir av streymi, so kann SEV fara at nýta hesa tøknina at framleiða streym um nøkur ár , sigur Terji Nielsen. Hann leggur tó aftrat, at hetta veldst um, hvørt hetta loysir seg fíggjarliga og tøkniliga. Meðan Chelsea spælarin, Alvaro Morata, fríggjakvøldið stríddist á Tórsvølli í HM undankappingar dystinum millum Spania og Føroyar, gjørdu tjóvar sær dælt og brutu inn í húsini hjá Morata í Spania. Spanska løgreglan sigur við fjølmiðlar, at vápnaðir ránsmenn brutur inn í húsini, sum standa í ríkmannaøkinum La Moraleja, norðan fyri Madrid. Hildið verður, at teir eru komnir inn í húsini gjøgndum eitt loftsvindeyga. Italska kona Morata, Alice Campello, og tvíburðasynir teirra, vóru í húsinum, tá brotið var inn. Tjóvarnir tóku prýðislutir og dýr armbandsur við sær. Seinastu 20 árini er talið av kvinnum sum roykja meðan tær eru við barn, minkað úr 23 niður í trý prosent, vísa tøl frá norsku burðarskrásetingini. Hagtølini vísa eisini, at alsamt fleiri leggja av, tá tær gerast við barn. Í fjør vórðu 55.000 føðingar í Noregi. Og fyrst í burðarviðgonguni royktu 1.363 kvinnur hvønn dag, svarandi til 2,7 prosent. Av hesum royktu 804 tá barnsburðarviðgongar var liðug. Barnakonur yngri enn 20 ár roykja mest, meðan tað eru við barn, men eiisni hetta talið er í stórari minking, skrivar heimasíðan hjá norskari gransking. Ein embætismaður í Koundo landspartinum, sigur, at higartil er staðfest, at 95 sivilfólk eru deyð. Líkini eru brend, men leitað verður eftir fleiri líkum. Altjóða sjónvarpsrásin, France 24, sigur, at maliska verjumálaráðið hevur váttað deyðstalið, og at 19 fólk eru ikki komin aftur í aftur. Ósemja hevur leingi verið millum limir í dogon fólkinum og limir í fólkabólkinum, fulanar, um atgongd til jørð og vatn, skrivar France 24. Dogon fólkið leggur millum annað fulanar undir at hava samband við lokalar hernaðarligar bókar. Hinvegin sigur fulanifólkið, at herurin í Mali letur dogonfólkinum vápn, og vápnini verða brúkt í álopum á fulanar. Spenningurin er stórur í fremstu kvinnukappingini í fótbólti, og nú er felagsliðið úr Fuglafirði, Leirvík,Gøtu og Toftum nýtt oddalið. Tað hendi í hvussu er umborð á einum flogfari hjá Pakistan International Airlines, sum fríggjakvøldið skuldi fara á flog úr Manchester til Islamabad. Allar neyðdyr á flogførum er gjørdar soleiðis, at tær verða latnar upp inneftir, og tað letur seg ikki gera, tí lufttrýstið í kabinuni er nógv hægri enn lufttrýstið uttanfyri dyrnar, skrivar CNN. Í mai mánaði varð ein eldri ferðamaður handtikin í Shandong landspartinum í eystur Kina, tí hann royndi at lata upp neyðdyrnar fyri at sleppa undan at standa í bíðirøð fyri at sleppa í land, tá flogfarið hevði sett seg. Eitt lítið ferðafólkaflogfar datt í gjárkvøldið niður nærindis flogvøllinum í Fljótshlíð á Suðurlandinum í Íslandi. Trý fólk lótu lív og tvey fingu álvarsligan skaða í flogvanlukkuni. Myndugleikarnir fingu fráboðanina um hálvgum níggjutíðina í gjárkvøldið, og tá bjargingarlið og sjúkrabilar komu á staðið, var eldur í øðrum vonginum á flogfarinum. Flogfarið er nú flutt inn í eina høll, har tað verður kannað. Kanningararbeiðið fer at taka nakrar vikur, sigur Ragnar Guðmundsson, starvsfólk á kanningardeildini. Tvær broytingar eru gjørdar í byrjanaruppstillingini til dystin ímóti Norra í kvøld sammett við dystin ímóti Spania fríggjakvøldið. Rógvi Baldvinsson avloysir Heina Vatnsdal á verjukenda miðvøllinum, og Rene Shaki Joensen byrjar inni fyri Árna Frederiksberg á vinstru síðu á miðvøllinum. Uppstillingin Teitur M. Gestsson málverji Gill R. Sørensen høgri bakkur Viljormur Davidsen vinstri bakkur Odmar Færø miðverji Atli Gregersen liðsk. miðverju Rógvi Baldvinsson verjukendur miðvøllur Hallur Hansson sentralur miðvøllur Brandur H. Olsen sentralur miðvøllur Sølvi Vatnhamar høgri miðvøllur Rene S. Joensen vinstri miðvøllur Klæmint A. Olsen framherji Tey frumframføra tvey verk. Annað verður eftir tónaskaldið Prof. Paul Mealor og hitt eftur Anne Mette Greve Klemmensen, presti, ið er hennara fyrsta kórverk. Umframt hesar báðar frumframførslurnar eru eisini verk eftir m.o. Teit Lassen, riks Esenvalds, Ola Gjeilo, og Paula í Sandagerði á skránni. Solistar til konsertina eru Paula Danielsen, Eyð Steinbjørnsdóttir og Edith Dahl Jakobsen. Hornorkestrini spældu í hesu raðfylgju Harmoniorkestrið GHM Nes Sóknar Musikkfelag Klaksvíkar Hornorkestur Fuglafjarða Hornorkestur Eiðis Ljómfelag Havnar Hornorkestur Tvøroyra Hornorkestur Sørvágs Tónleikarafelag Tá seinni hálvleikur var fimm minuttir gamal fekk Ole Kristian Selnæs góða tíð at lyfta bóltin inn í føroyska brotssteigin, og so skoraði ein fríur Bjørn Johnsen til 0 1. Avrikið hjá føroyska liðnum taldist millum tey góðu, og tí vóru bæði spælarar og venjarar vónbrotnir eftir dystin, tá teir tosaðu við sjónvarpið og útvarpið. Óvissa valdar í Bretlandi, nú Theresa May fyri viku síðani boðaði frá, at hon leggur frá sær, og at landið enn ikki hevur fingið endaliga avtalu við ES um brexit. Nýggjur forsætisráðharri og leiðari fyri flokkin skal eisini finnast. Tey eru nógv, sum bjóða seg fram, vísur almenni listin við 10 kandidatum, sum Konservativi flokkurin legði fram í gjárkvøldið, millum tey 10 er fyrrverandi uttanríkisráðharrin, Boris Johnson. Politiski redaktørurin hjá BBC, Ben Wright, sigur við danska TV2, at Boris Johnson fær ikki stuðul frá øllum í flokkinum, og tað leikar eisini hart á í privatlívinum hjá honum. Men Johnson er greiðasti og karismatiskasti politikarin í øllum landinum, sigur Ben Wright, sum tó væntar at Dominic Raab ella Michael Gove fer at vinna. Raab er advokatur og arbeiðir hart, meðan Michael Gove hevði helst verið tann, sum best kundi vunnið á Boris Johnson, um hann ikki hevði oyðilagt umdømi sítt við at viðganga, at hann hevur brúkt kokain, sigur Wright. Stríðið um formanssessin byrjar hósdagin, 13. juni, og varar í eina viku. Tá parlamentarikararnir hava minkað útboðið niður í tveir kandidatar, skulu teir 160.000 limirnir í Konservativa flokkinum peika á endaliga leiðaran. Síðst í juli verður úrslitið almannakunngjørt, skrivar danska TV2. Seglskipið er smíðað í 1883, og er nýliga umvælt. Øll 43 ferðafólkini við skipinum vórðu bjargað, skrivar Maritime. Pumpur vórðu settar umborð á seglskipið, men tær megnaðu ikki at halda skipinum flótandi og tí sakk tað. Eygnavitni siga, at træseglskipið hevði onkrar trupulleikar og stýrdi beint inn fyri bingjuskipið. Í 1920 unum var No 5 Elbe selt til USA, men í 2002 keypti Maritimi grunnurin í Hamburg skipið aftur og umvældi tað, og setti nútímans navigatións og trygdarútgerð upp umborð. Afghanhundurin Cerberus hevur ein deyðadóm hangandi yvir sær. Tað veit Helena, sum eigur hundin. Men hon veit ikki, hvussu hon skal liva uttan hann hundin sum einaferð bjargaði lívi hennara. Skipið fekk skaða á mastrina og útgerðina á henni og eina buklu í skrokkin har afturi, sigur Jens Meinhard Ramussen, stjóri í Skansanum Offshore, sum eigur Sjóborg. Sambært sáttmálanum rindar Skansi Offshore fyri at umvæla Sjóborg, og Equinor fyri at umvæla oljupallin, sigur Jens Meinhard Ramussen. Jens Meinhard Ramussen sigur, at allir myndugleikar eru við í kanningini, sum skal gerast fyri at finna orsøkina til óhappið fríggjanáttina. Valkvøldið vóru 145 atkvøður blankar. Men í fínteljingini vórðu fimm teirra tiknar við í fólkatingsvalið. 99 atkvøður vórðu kolldømdar valkvøldið, tí valstýrini mettu tær at vera ógildar. Í fínteljingini vórðu 19 teirra kortini mettar at vera gildar. Flestu atkvøðurnar, sum ikki sluppu upp í part valkvøldið, fara til Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin. Fínteljingin gav Sambandsflokkinum 11 atkvøður afturat, Javnaðarflokkurin fekk tíggju atkvøður afturat, Sjálvstýri og Tjóðveldi tvær hvør og Framsókn misti eina. ES, sum hevur formansskapin í løtuni, hevur boðið Grønlandi, Íslandi og Russlandi við á fundin, sum verður í London. ICES hevur meira enn tvífaldað sítt tilmælið um makrel í ár. Fyrra tilmælið var, at ikki er ráðiligt at fiska meira enn 318.000 tons á okkara leiðum í ár. Nú er tilmælið hjá ICES 770.000 tons. Føroyar, ES og Noreg, sum eru samd um makrelbýtið, hava givið sær góð 650.000 tons í ár, hóast tilmælið hjá ICES tá var 318.000 tons. Nú skal so støða takast til nýggja tilmælið, sum er 770.000 tons. Men tá hini londini, Grønland, Ísland og Russland, eru tald við, eru kvoturnar størri enn tilmælið hjá ICES er nú. Tey trý londini eru tó ikki við í makrelsemjuni, sum Føroyar, ES og Noreg gjørdu í London á Grækarismessu í 2014. Tann semjan varð longd í fjør og er tí eisini galdandi fyri 2019 og 2020. Í nógv ár hevur makrelveiðan verið nógv størri enn ICES hevur mælt til, so makrelur úr átta londum í landsnyrðings partinum av Atlansthavinum mistu MSC góðkenningina fyri fyrst í mars í ár. Makrelur verður sambært MSC ikki fiskaður burðardygt og kann tí ikki fáa MSC stemplið longur. MSC stemplið ger, at meira fæst fyri makrelin. Men tá øll londini missa stemplið, ger tað minni mun og er ikki kappingaravlagandi. Ber til at fáa eysturlendingar at eta siðbundnan norskan mat Thomas Marthinsen fer til Gamle Bergen Museum at gera nakað, sum norðmenn kalla Persetorsk og Røykerumpe . Matti Aspvik ivaðist í sær sjálvum. Var tað veruliga guds orð, hann hevði prædikað har uppi á pallinum Ella vildi hann bara hava fólksins tokka Tre Fiori spældi seg víðari úr innleiðandi umfarinum í fjør, tá teir í innleiðandi umfarinum samanlagt vunnu 3 1 á Bala Town úr Wales. Triðja føroyska felagið, sum luttekur í hesi kappingini, er B36. Teir vóru ikki við í lutakastinum í dag, tí teir eru styrkismettir at fara víðari til næsta umfar í kappingini uttan at spæla í innleiðandi umfarinum. Ein dagur saman við fyrsta kvinnuliga imami í Norðurlondum. Finsk sýrisk danska Sherin Khankan talar fyri islamiskari feminismu, og hon hevur stovnað eina kvinnumosku í Keypmannahavn, men ikki uttan at fáa mótstøðu. Hvussu er tað at vera royndarleyslatin sum kvinna í Danmark DR2 hevur í hálvt ár fylgt trimum kvinnum, tá tær verða leyslatnar úr fongsli og skulu byrja lívið av nýggjum uttan fastar karmar, sum tær kenna tað frá lívinum innan fyri múrarnar. Men tað er torført eftir at hava livað við misnýtslu, kriminaliteti og vansorgan. Á sumri 1944 hava keypmannahavnarar fingið nóg mikið av týsku hersetingini. Teir fara út á gøturnar, byggja forðingar og smildra ognir hjá nasistum. Uppreisturin byrjar í Istedgade, men breiðir seg skjótt til aðrar arbeiðarabýlingar. Týskir hermenn og danskir nasistar svara aftur við at skjóta rundan um seg í gøtunum. Hetta gerast nakrir av blóðugastu og mest skakandi døgunum í Danmarkarsøguni. Tað hevur verið torført at fingið rakstur í felagið hesi fýra árini síðan virkið lat upp aftur og nú bar ikki til meira. Tað sigur sigur Hans Jákup Mikkelsen, nevndarformaður. Fimm fólk vóru umborð á lítla flogfarinum, sum datt niður nærindis flogvøllinum í Múlakoti í Fljótshlíð á Suðurlandinum. Trý fólk lótu lív, og tvey fingu álvarsligan skaða. Myndugleikarnir fingu fráboðanina um hálvgum níggjutíðina sunnukvøldið. Tá bjargingarlið og sjúkrabilar komu á staðið, var eldur í øðrum vonginum á flogfarinum. Flogfarið er av slagnum Piper PA 23 og hevur tveir motorar, tað er skrásett í USA, men íslendskur ríkisborgari eigur tað. Kanningararbeiðið fer væntandi at taka nakrar vikur. Suðurkoreiski felagsskapurin, Transitional Justice Working Group, stytt TJWG, hevur gjørt samrøður við 610 norðurkoreiskar avhopparar, sum hava greitt frá tí, tey hava sæð í sambandi við avrættingar í afturlatna landinum. Í niðurstøðu í nýggju frágreiðingini frá suðurkoreiska felagsskapinum stendur millum annað, at Kim Jong un og stýrið hjá honum í Norðurkorea hava framt 323 avrættingar seinastu árini. Avrættingarnar verða, sambært TJWG, framdar á almennum støðum eitt nú á marknaplássum og í skúlagørðum, og tey, sum verða avrættað, hava ikki verið í rættinum fyrst. Ofta eru fleiri hundrað áskoðarar, og almeningurin hevur ikki loyvi at filma ella taka myndir av avrættingunum. TJWG skrivar í frágreiðingini, at í Norðurkorea eru 25 hópgravir funnar, har offur sum eru avrættað, eru grivin ella brend. Vanligu brotsverkini, sum enda við deyðarevsing, eru manndráp, drápsroynd, menniskjahandil, at stjala kopar ella neyt, stendur í frágreiðingini, sum Washingon Post og New York Times hava endurgivið burtur úr. Klokkan 7 30 í morgun leyp Elmar Ósá í hylin í Svimjihøllini í Gundadali. Næstu nógvu tímarnar er málið, at fullføra ein dupultan iron man. Fyrst skal hann svimja 7,6 kilometrar. Síðani verður súkklað 360 kilometrar í Streymoynni og Eysturoynni. At enda er tað renningin, og tá eru tvey maraton, ella 84 kilometrar, fyri framman. Byrjað verður á Oyrarbakka. Hann rennur síðani til Havnar, og seinastu kilometrarnir verða runnir á Tórsbreyt. Tilsamans 452 kilometrar. Vit hildu, at hetta var eitt áhugavert evni og vildu fegnar vita meira um føðingar í Føroyum upp gjøgnum árini. Tí valdu vit at gera henda filmin. Hetta er ein filmur, sum snýr seg um broytingina, frá at kvinnur áttu heima, til at allar føðingar eftur fáum árum vóru fluttar inn á sjúkrahús. At hava verkir er nakað lort. Men tá alt so er yvirstaðið, tá er tað fantastiskt at uppliva kvinnuna, sum er sterk og errin av føðingini. Orðini eigur Poulina Abrahamsen úr Fuglafirði, sum í 43 ár hevur arbeitt sum ljósmóðir. Í farna mánaði fekk hon sokallaðu fortjenestemedaljuna frá Drotningini fyri tey 43 árini, hon hevur hjálpt barnakonum at eiga. Læknin mátti leiga meg út úr hølinum og leggja meg á eina briks. Og har svímaði eg so, heldur Poulina Abrahamsen skemtiliga fyri. Hetta fekk hana tó ikki at velja aðra lívsleið, tí líka síðani 1975 hevur Poulina Abrahamsen arbeitt sum ljósmóðir á Landssjúkrahúsinum. Kvinnurnar fyrr vistu rættiliga lítið um viðgongutíðina og alt tað ymiska, sum hendir, tá tú ert við barn. Í dag flygja tær ómetaliga væl við og hava alskyns tøkni, sum tær brúka fyri ta fáa vitan. Men eg veit ikki, um tað altíð er so gott, sigur Poulina Abrahamsen. Innan jazztónleik hevur árið 1959 serstøðu sum the greatest year in jazz . Eitt myndandi ár innan jazz, og fyri summi enntá hitt besta jazzárið yvirhøvur. Av týdningarmiklum jazzplátum frá 1959 kunnu nevnast Kind of Blue hjá Miles Davis, The Shape of Jazz to Come hjá Ornette Coleman, Time Out hjá The Dave Brubeck Quartet og Mingus Ah Um hjá Charles Mingus. Í fýra Mono sendingum verður ljós varpað á hesar og aðrar viðkomandi útgávur frá jazzárinum 1959. Knút Háberg Eysturstein leggur til rættis. Felagið Dagstovnanámsfrøði í Føroyum er júst sett á stovn. Endamálið við felagnum sum er eitt undirfelag hjá Føroya Pedagogfelag er at allýsa námsfrøðina í Føroyum, og harafturat tosa meiri um námsfrøði sum fak. Orsøkin til felagið kemst millum annað av, at fleir ikki eru tilvitaði um týdningin námsfrøði sum fak. Hetta skyldast partvíst av, at námsfrøði er eitt lutfalsliga ungt fak í Føroyum. Í dag er Pedagogfelagið eitt tað størsta fakfelagið í landinum. Eisini er felagið serligt, tí har eru nærum bara kvinnur heili 80 . Men fyri 46 árum síðani vóru námsfrøðingar forkunnugir í Føroyum. Í innslagnum líta vit aftur á hesa tíðina, tá fyrstu námsfrøðingarnir komu. Ein av fyrstu útlærdu námsfrøðíngunum í Føroyum er Sólvá Johannsen. Hon bleiv útlærd í 1973, sum er sama ár sum tá fyrsti kommunali dagstovnurin lat upp. Fiskiskapur hjá útlendskum ferðafólki kemur ikki undir ásetingina í lógini um sjófeingi um veiðu til húsbrúks, sum lógin annars heimilar. Hann sigur, at serstakt loyvi krevst til fiskiskap í sambandi við ferðavinnu. Tað er ásett við lóg, og einki slíkt loyvi er givið, sigur Høgni Hoydal. Týsku ferðamenninir leiga bátar frá føroyingum, og myndugleikarnir skulu nú eisini taka støðu til, um føroyingarnir skulu sektast fyri teirra lut í fiskiskapinum. Ein nýggjur táttur í fiskiskapi við Føroyar kom undan kavi, tá Kári P. Højgaard spurdi Høgna Hoydal um fiskiskap hjá útlendskum ferðafólki. Kári P. Højgaard sigur, at hann í fjør heyst gjørdi landsstýrismannin í fiskivinnumálum varugan við, at hann hevði fingið at vita frá einum suðuroyingi, at útlendingar leigaðu sær bát at rógva út avmarkað tíðarskeið. Bygginevndin hevur nú fingið nógv betri grundarlag og eisini stundir at gera metingar um barnaheimið, sum nú kostar 135 milliónir krónur og ikki 85, sum áður mett. Í annaðkvøld spæla okkara menn móti Montenegro í Farum Arena, og sunnudagin stendur dysturin móti donsku heimsmeistarunum í Gigantium í Aalborg. Føroyska manshondbóltslandsliðið hevur vant dúgliga saman í seinastuni uppundir hesar dystirnar. Allir spælarar eisini útisetarnir hava verið savnaðir á venjingarlegu í Føroyum. Og tíðliga í morgun gekk leiðin so til Danmarkar. Ein broyting mátti gerast í evstu løtu. Bakskjúttin, Hilmar Leon Jakobsen, úr H71, hevur fingið ein løst í lærkrikanum, og er tí ikki mentur at spæla móti Montenegro og Danmark. Eirikur Simonsen, sum var á føroyska liðnum í dystunum móti Ukraina í apríl, verður tí við aftur til hesar seinastu dystirnar sum avloysari fyri Hilmar Leon Jakobsen. Kringvarpið er við á ferðini hjá føroyska hondbóltslandsliðnum í Danmark. Meðan bíðað var eftir viðførinum í floghavnini í Kastrup fyrrapartin hittu okkara menn føroyska venjaran, Sonna Larsen. Verður týski samveldiskanslarin, Angela Merkel, við í kappingini um at gerast forkvinna í ES nevndini, kann hon vænta stuðul frá franska forsetanum, Emmanuel Macron. Tað sigur forsetin í samrøðu við eina sveisiska sjónvarpsstøð. Vil Merkel hava formanssessin, fari eg at styðja hana. Sjálvandi fari eg tað. Vit hava brúk fyri einum sterkum persóni í hesum sessinum, sigur Emmanuel Macron í sjónvarpssamrøðuni. Angela Merkel, sum herfyri legði frá sær sum forkvinna í stjórnarflokkinum CDU, hevur boðað frá, at hon gevst í politikki um tvey ár. Ein onnur kvinna, sum dyrgir eftir formanssessinum í ES nevndini, er 51 ára gamla Margrethe Vestager úr Danmark, sum hevur verið nevndarlimur í kappingarmálum seinastu árini. Vestager fær stuðul frá eitt nú fráfarandi formanninum í ES nevndini, Jean Claude Juncker. Eftir valið til ES tingið herfyri, skulu nógvir týdningarmiklir sessir mannast av nýggjum í Brússel, eitt nú formanssessurin í evropeiska ráðnum. Tann, ið situr í hesum sessinum, verður eisini nevndur ES forseti. Ein nýggjur uttanríkisleiðari skal tilnevnast, ES tingið skal hava nýggjan formann, og evropeiski miðbankin skal eisini hava nýggjan formann. Í Snipp snapp eru teknifilmar, ið eru ætlaðir smáum børnum. Snipp snapp er hvørt mikukvøld og verður endursent hósdag og um vikuskiftið. Arnold Ludvig hevur skrivað essay um føroysku jazzsøguna. Vit práta við Arnold um hansara gransking og ikki minst um hansara egnu viðurskifti við jazztónleikin. Elmar Ósá er farin í holtur við ein dupultan ironman við tí endamáli at stuðla Autismufelagnum. Vit ringja til Elmar á leiðini, meðan hann súkklar. Hann hevur svomið 7,6 kilometrar og súkklað 114 kilometrar, tá vit ringja hann upp. Hann skal umframt svimjingina eisini súkkla 360 kilometrar tilsamans og síðan renna 84 kilometrar. Og at enda spæla vit fýra góð løg av plátuni Abbey Road, sum í ár hevur 50 ár á baki. Vit greiða frá nøkrum løgum av meistaraverkinum, ið var síðsta studioupptøkan hjá The Beatles. Vit vóru so hepnir at sleppa at royna og merkja Perluna, sum var ein klekingardepil fyri føroyskan jazz, og tað var heilt sikkurt við til at geva okkum íblástur og seta gongd á okkum sum tónleikarar. Arnold Ludvig hevur skrivað essay um føroyskan jazz við heitinum The fragility of faroese jazz . Tann viðkvæmi føroyski jazzurin er evnið í hansara serritgerð í sambandi við, at Arnold nú gerst Master of music á Listaháskóla Íslands. Arnold Ludvig er sjálvur kendur sum úrmælingar á bassinum og kreativur komponistur, og hann tekur í ritgerðini útgangsstøði í egnum upplivingum og samrøðum við undangongufólk í føroyska jazzumhvørvinum. Frá summarlegu hjá Svenska Byggnadsv rdsf rening, har tey læra seg at taka sær av gomlum bygningum og læra seg um siðbundið handverk. Hvussu er tað at vera royndarleyslatin kvinna í Danmark DR2 hevur í hálvt ár fylgt trimum kvinnum, tá tær sleppa út úr fongsli og skulu byrja av nýggjum uttan fastar karmar, sum tær eru vanar við, tá tær sita aftan fyri rimarnar. Kvinnurnar ætla sær at byrja av nýggjum. Men tað er ikki sum at siga tað, tá tær hava livað í misnýtslu, kriminaliteti og vansorgan. Hví sova djór ikki um náttina Vit síggja, hvat djórini takast við, meðan vit sova. Kari Toft forvitnast eftir svongum harum og einum óvanliga akrobatiskum grevlingi. Bloomberg veit at siga, at skipið hevði fermt olju í Abu Dhabi. Tað er ógreitt, hví eldur kom í skipið, men shipping blaðið Tradewinds sigur frá ónevndum keldum, at ein torpedo rakti skipið. Norska felagið Frontline, sum eigur oljutangaskipið, sigur, at øll manningin, sum telur 23 fólk, er flutt á eitt annað skip nærindis. Front Altair er skrásett á Marshall oyggjunum, og eingin av manningini er norðmaður. Reuters sigur, at eldur er eisini í einum øðrum tangaskipi í Oman víkini. Skipið eitur Kokuka Courageous, og tað siglir undir Panama flaggi. Sambært Bloomberg rakti eitt álop skipið. Manningin, 21 fólk, er flutt av skipinum. USA sigur, at Iran hevur lopið á skipini, men tað vísa iranskir myndugleikar aftur. Í Føroyum hava vit nógv ymisk sløg av blomsturflugum, sum nógv fólk kalla fyri biir ella býflugur og tískil bæði ræðast og royna at drepa. Vit eiga at ansa eftir teimum og geva teimum frið, tí vit hava ikki so nógvar, at vit kunnu loyva okkum at drepa tær av berari málsligari misskiljing, sigur Elin Henriksen og hevur hesi ráð Um vit ikki eru serkøn í skordýrum og duga at skilja ímillum hesi ymsu sløgini, kunnu vit bara nevna hesi stríputu fyri annaðhvørt vespur ella blomsturflugur. Ikki biir, sum verða settar í samband við hunang og at stinga hóast onkur blomsturfluga eitur okkurt við bi ella býfluga til eftirnavn . Vinaliga er heitið á forvitnisligum brævaskifti millum William Heinesen og Jørgen Frantz Jacobsen. Brævaskiftið kom út sum bókaverk í tveimum bindum nú fríggjadagin. Vit práta við annan ritstjóran, Jógvan Isaksen, um eina løtu. Í ár eru 140 ár liðin, síðan listamaðurin, tónaskaldið og tónauppteknarin Jógvan Waagstein varð føddur. Á Norðoyastevnu varð bringumynd av Jógvani Waagstein avdúkað. Vit vóru á staðnum og tosaðu við eftirkomarar og fyriskiparar. Menn og dreingir fyri javnstøðu er altjóða ráðstevna, sum fer fram í Havn í dag og í morgin. Endamálið er at eggja monnum og dreingjum at vera við til at fáa javnvág millum kynini. Vit práta við Rósu Guðrun Erlingsdóttir og Ólav Ellefsen, sum luttaka á ráðstevnuni. Hetta eru millum evnini í Nón, sum kann hoyrast í fullum líki her. Verður setanartilgongdin í sambandi við stjórasetaninar á sjúkrahúsunum ikki tikin aftur, fara vit víðari við málinum, sigur Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Fundur var millum fakfeløgini, høvuðssamstarvsnevndina og leiðsluna í Heilsu og Innlendismálaráðnum í gjár. Fakfeløgini kærdu 7. juni setanartilgongdina til Innlendismálaráðið. Til síðissett galdandi reglur fyri skipan av setanarnevnd, og hevur sett eina setanartnevnd har hvørki starvsfólk ella álitisfólk eru umboðaði. Hendan avgerð bleiv tikin í Heilsu og innlendismálaráðnum, sjálvt um álitisfólk í høvuðssamstarvsnevndini vendu sær til Heilsu og innlendismálaráðið áðrenn setanarnevndin og setanartilgongdin bleiv sett í verk skrivaðu fakfeløgini millum annað í kæruni. Sambært Óluvu í Gong, forkvinnu í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, var eingin niðurstøða gjørd á fundinum í gjár. Fakfeløgini hava tó fingið lovað, at ráðið vendir aftur við einum svarskrivi skjótt. Sambært Óluvu í Gong, krevja fakfeløgini nú sum áður, at setanartilgongdin skal ganga um, og at sáttmálar og setanarpolitikkur landsins verður fylgdur. Tað er eingin ivi um, at feløgini fakfeløgini fara víðari við málinum, um krøvini ikki verða tikin til eftirtektar í Heilsu og Innlendismálaráðnum, sambært forkvinnuni. Sambært landsstýriskvinnuni í heilsumálum, Sirið Stenberg, so er setanartilgongdin hesaferð tann sama, sum áður hevur verið brúkt. Hon vil tó ikki úttala seg um málið og vísir í tekstboðum til aðalstjóran hjá sær, Turid Arge. Men Turid Arge hevur ongar viðmerkingar og svarar eisini í tekstboðum at arbeitt verður við málinum. Hvørki Óluva í Gong ella Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum, ið er eitt av teimum 12 fakfeløgunum, vilja siga, hvat tað merkir, at tey fara víðari við málinum, um tey ikki fáa viðhald í kæru sínari. Á summarlegu hjá Svenska Byggnadsv rdsf rening, har tey læra seg at taka sær av gomlum bygningum og læra seg um siðbundið handverk. Einir túsund føroyingar í Danmark koma væntandi til Farum Arena í kvøld at síggja føroyska manshondbóltslandsliðið spæla móti Montenegro. Hetta er síðsti heimadysturin hjá Føroyum í undankappingini til EM endaspælið næsta ár. Hondbóltsdysturin millum Føroyar og Montenegro byrjar klokkan 18 30 í kvøld. Dysturin verður vístur í sjónvarpinum, og vit byrja at senda úr Farum klokkan 18 15. Dagur og vika kemur tí ikki fyrr enn eftir dystin umleið klokkan 20 00. Í morgin klokkan 11 fær Heðin Mortensen, landsstýrismaður, frágreiðingina frá arbeiðsbólkinum, sum hann setti fyrst í mars at kanna og greina møguleikar, fyrimunir og vansar við at gera Suðuroyartunnil. Samferðslumálaráðið heldur, at tað hevur týdning at gera forkanningar í sambandi við Suðuroyartunnilin, meðan arbeitt verður við Sandoyartunlinum. Tað arbeiðið byrjar nú, liðugt er at bora Eysturoyartunnilin. Arbeiðsbólkurin skuldi eisini gera kostnaðarmeting, tíðarætlan og kanna fíggingarmøguleikar. Í løtuni er Suðuroyartunnilin mettur at kosta tríggjar milliardir krónur. Hann verður 22 kilometrar langur. Níggju fólk eru í arbeiðsbólkininum hjá Samferðumálaráðnum. Bergur Poulsen, sum er formaður í nevndini fyri Eysturoyar og Sandoyartunlar, er formaður í bólkinum. Í arbeiðsbólkinum eru annars Armgarð Steinholm, frá Landsverki, Theresa Kreutzmann og Ingibjørg Berg, ráðgevar, Einar Brimnes, verkfrøðingur, Teitur Samuelsen, stjóri í P F Eystur og Sandoyartunlar, Gudmund Mortensen, vinnulívsmaður, og Barbara Thomsen og Tórir Michelsen, embætisfólk í ávikavist Samferðslumálaráðnum og í Fíggjarmálaráðnum. Men ICES sigur, at til ber at fiska meira hýsu og upsa enn í ár. Toskakvotan í ár er 725.000 tons, sum eru 50.000 tons fleiri enn ICES mælti til. ICES heldur tó, at toskastovnurin í Barentshavinum er væl fyri og fiskiskapurin er burðardyggur. ICES mælir til, at hýsukvotan fer upp í 215.000 tons. Í ár er hon 172.000 tons. Amalie er stjørnan, sum flýgur í Stargates video Waterfall, við artistunum Pink og Shia. Eftir fjórða pláss í VM er hon ein av favorittunum til EM í kropsflúgving sum harafturat er á heimavølli. Føroysk samtíðarlist verður í listasavninum Museumsberg í Flensburg frá 23. juni til 20. oktober. Átta fólk eru við á teirri framsýningini. Tey eru Annie Heinesen, Annika á Lofti, Astri Luihn, Brandur Patursson, Ingi Joensen, Jóna Rasmussen, Randi Samsonsen og Tróndur Patursson. Flensburger Schiff fahrtsmuseum hevur fimm føroysk listafólk á framsýning frá 30. juni til 20. oktober. Tey eru Edward Fuglø, Ingi Joensen, Jóna Rasmussen, Sámal J. Mikines og Tróndur Patursson. Trý fólk eru við á báðum framsýningum í Flensburg. Tey eru Ingi Joensen, Jóna Rasmussen og Tróndur Patursson. Schiff fahrtsmuseum hevur gamla og nýggja føroyska list við evnum úr sjómannslívinum. Ferðafólkatalið í Kalsoynni er fleirfaldað. Síðani standmyndin av kópakonuni varð avdúkað í 2014, eru tað serliga føroyingar, sum leita sær í Kalsoynna at vitja, meðan útlendsku ferðafólkini streyma til Trøllanesar at síggja víðagitna vitan á Kallinum. Vit hava vitjað á Trøllanesi, har 25 ára gamli Jóhannus Kalsgarð røktingarmaður og komandi bóndi hevur arbeitt við ferðavinnu í nógv ár. Jóhannus heldur, at um vit bera okkum rætt at, kann ferðavinnan í oynni verða til gleði og gagns fyri øll. Barsilsskipann er kjarnan í kjakinum um javnstøðu millum kynini. Tað kom frá á Ráðstevnuni um menn og javnstøðu, sum var herfyri í str m. Í Føroyum eru fýra vikur av barsilstíðini markaðar til pápan, men vit kunnu vænta, at enn fleiri vikur verða markaðar. Tað ætlar í øllum førum Heðin Mortensen, landsstýrismaður, sum varðar av økinum. Síðsti partur í hesum umfari er um Sandru og Johannes, sum fingu síni dreymahús frá 50 árunum. Alt sær púra lýtaleyst út til tað brádliga broytist til nakað heilt annað. Føroyingar vunnu aftur, tá ið norðurlendska matvirðislønin Embla varð latin herfyri. Vit spyrja hvussu tað ber til, tá ið umboð fyri Grønu Oynna og Granskingarsetrið iNova kom á gátt. Country festivalurin í Sørvági fór í sving í gjárkvøldið. Allan Samuelsen, fyriskipari, greiðir frá ársins bygdafestivali. Í Klaksvík er gamla Spinnaríið komið til heiður og æru. Nú ræður um at fáa innihald í húsið, og tað spyrja vit nærri um. Í Svínoy verður forvitnislig standmynd sett upp um vikuskiftið. Edvard Fuglø hevur tilevnað standmyndina, sum er gjørd til heiðurs fyri teir svínoyingar, sum hava latið lív á havinum og í bjørgunum. Í seinna tímanum fara vit at heiða summarinum, tá vit endursenda nøkur innsløg um summarið. Stendur Tjóðveldi fast við, at loysingin skal takast næstu árini, so er tað tað sama um at siga samstarvið við Javnaðarflokkin upp. Tað sigur Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, í lesarabrævið í Sosialinum. Sjúrður Skaale vísir til yvirlýsingina frá flokstinginum hjá Tjóðveldinum í apríl og boðini undir fólkatingsvalstríðnum, har Tjóðveldi segði, at seinasti teinurin móti einum sjálvstøðugum stati skuldu rennas Løgmaður sigur seg ikki hava fingið nøkur krøv frá Tjóðveldi viðvíkjandi loysingarpolitikki, skuldu samráðingar um framhaldandi samstarv komið uppá tal. Samtyktin merkir, at kvinnur, sum eru við barn við fleirlingum, og sum vilja taka burtur nøkur av fostrunum, nú skulu fáa málið viðgjørt í nevnd fyrst. Kristiligi fólkaflokkurin legði fram uppskotið. Sum er, hevur verið neyðugt at søkja um loyvi at fáa vanligan abort eftir viku 12 í viðgongutíðini, men ikki tá talan hevur verið um fosturreduktión. Kristiligi fólkaflokkurin mælti í uppskotinum til, at fosturreduktión skal viðgerðast á sama hátt, sum vanligir abortar. Flestu fosturreduktiónir verða gjørdar eftir viku 12, og tað aleina, er nóg góð orsøk til, at tað skal viðgerðast í nevnd fyrst. Fostur reduktión reisir fleiri etiskar spurningar, sigur Geir Jørgen Bekkevold í Kristiliga Fólkaflokkinum. Framsøgufólkið hjá Vinstraflokkinum, Carl Erik Grimstad, sigur við norska TV2, at tað er medisinska fak umhvørvið í Trondheim, sum ger fostur reduktiónir í Noregi, sum vil hava lógarbroytingina. Vladimir Dzabarov, sum er varaformaður í uttanlandsnevndini í Dumuni, sigur í dag, at hetta ørkymlar russisku stjórnina, og at Russland kann leypa á Pólland, um Russland verður álopið. USA hevur almannakunngjørt eitt sjónband, sum skal prógva hetta. Fleiri lond hava sagt, at tey síggja onga orsøk til at ivast í upplýsingunum frá USA. At sølan av rúsdrekka røkkur yvir fleiri tímar ger, at viðskiftafólk okkara fáa betri uppliving í handlinum. Serliga fríggjakvøld og leygardag verður minni panikkur, og stundir eru til, at øll kunnu keypa tað rætta til vikuskfitið, sigur Per Steen Larsen, við Sermitsiaq. Sanders tók við starvinum sum pressu talsfólk í Hvítu húsunum í juli 2017, og hon hevur síðani tá verið eitt av tættastu starvsfólkunum hjá Trump. Sanders er triðja kvinnan í amerikanskari søgu, sum hevur havt starvið sum pressutalsfólk. Í nógv umrøddu Múller frágreiðingini kom fram, at Sanders hevur játtað fyri kanningarfólkunum, at hon ikki altíð hevur sagt sannleikan í tíðini sum pressutalskvinna, skrivar New York Times. Tá at Donald Trump sendi fyrrvernadi stjóran í FBI, James Comey, til hús, segði Sara Sanders, at hon hevði tosað við fleiri starvsfólk í FBI, sum vóru nøgd við avgerðina hjá Trump. Eg segði tað í orrustuni tá, segði Sanders, tá hon varð sett andlit til andlits við lygnina í sendingini Good Morning America, skrivar New York Times. Bashir, hevur verið forseti í Sudan síðani 1989 og fram til 11. apríl í ár, tá hann eftir trýsti frá fólkinum var koyrdur frá. Eitt hernaðarráð hevur tikið valdið í afrikanska landinum. Ráðið hevur fyrr boðað frá, at Bashir verður drigin í rættin í Sudan heldur enn at lata útlendskum myndugleikum hann. Anne Mette Greve Klemensen, prestur, prædikar. Klokkari er Mikkjal Djurhuus Deknur er Karmal Djurhuus Vit hoyra Hans Jacob Hjelm og Gutta frá Scandinavia syngja Sálmarnir eru 588 Boðar tú til allar tjóðir 544 Tíðin rennur sum streymur í á. Tøkningur er Bjarni Johansen Kjartan Thomassen fær meira enn hálva millión krónur í endurgjaldi. Neyva talið vil Jens Bertel Rasmussen ikki upplýsa, heldur ikki, hvussu nógvum pengum, teir stevndu eftir. Tað hevur verið umtalað sum ein samanseting av ynskjum og krøvum, sum brúkarin tað vil siga Landssjúkrahúsið, hevur til bygningina av H bygninginum á Landssjúkrahúsinum. Men Margit Stóra, sjúkrahússtjóri, vissar um, at talan ikki er um ynski, men neyðugar íløgur. Tá farið varð undir útbyggingina av Landssjúkrahúsinum varð avgjørt at bíða við parti av tøknini til seinni í prosessini, tí menningin innan økið gongur skjótt. Og nú verður mett, at hetta fer at kosta um 27 milliónir. Í mai gjørdist greitt, at meirkostnaðurin av H bygninginum verður 51 milliónir. Og í tí sambandi vóru nevndar 27 milliónir, sum kunnu koma afturat. Og tað eru hesar 27 milliónirnar, sum eru neyðugar, fyri at framtíðartryggja Landssjúkrahúsið, sigur virkandi stjórin í sjúkarahúsverkinum. Kjartan Thomassen fær meira enn hálva millión krónur í endurgjaldi. Neyva talið vil Jens Bertel Rasmussen ikki upplýsa, heldur ikki, hvussu nógvum pengum, teir stevndu eftir. Tvey eftirlitsfólk frá MAPA vitja og kanna Heilsufrøðiligu starvsstovuna, og saman við umboðum frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni verður farið á eftirlitsvitjan á tíggju fiskavirkjum og alivirkjum, á verksmiðjuskipum og alibrúkum. Á eftirlitsvitjanini í heyst skulu brasilsku myndugleikarnir kanna og góðkenna føroyska matvøruframleiðslu og eftirlitið hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, við tí fyri eyga at fáa regluligan føroyskan útflutning til Brasil í lag. Avgerð verður tikin um, hvar MAPA og HFS fara á eftirlitsvitjan, tá freistin um tilmelding til brasilska listan er farin, og greitt er, hvørji virki hava ætlanir um at útflyta matvørur til Brasil. Sangirnir, ið verða spældir, eru Alt kann broytast Anton Liljedahl Kiss Kiss Joanita Zachariassen Kærleikin er besta mið fourMENh Fevn meg Tórfríð Another Girl Funksjon Manglandi kunngerðin fyri ferðavinnufiskiskap bjargar helst týsku útróðrarfólkunum í Porkeri frá sekt ella rættarmáli um ólógligan fiskiskap. Men sambært Jóhan Simonsen, deildarstjóra á Vørn, so er ikki heimild til at sekta tey fyri ólógligan fiskiskap. Verða tey sektað, so verður tað einans fyri brot á ásetingar um trygd á sjónum ikki fyri ólógligan fiskiskap. Nýggja lógin um sjófeingi skuldi skipað ferðavinnu fiskiskap eins og allan annan fiskiskap. Fleiri hava tað sum vinnuveg at fiska við ferðafólki, men eingin av teimum hevur fiskiloyvi. Tað kom óvart á teir flestu, at neyðugt var við fiskiloyvi, tá Brimil tók bátarnar í Porkeri. Fiskimálaráðið hevur nú fingið fleiri umsóknir men orsakað av manglandi kunngerðini, er tað ikki so einfalt. Sambært Høgna Hoydal verða allar umsóknir nú viðgjørdar, og væntandi verða fyribils fiskiloyvið útskrivað Kristian Blak skipar skipar fyri Concerto Grotto í Hesti og Nólsoy saman við manningini í Norðlýsinum. Sunnudagin verður fyrsta konsertin í ár, og Kristian er sjálvur ein av tónleikarunum. Vegna trygdaratlit sleppa ikki meiri enn 12 fólk við hendan túrin, sigur Kristian og leggur afturat, at áður tók Norðlýsið 50 fólk við hvønn túrin. Hetta hevur við sær, at túrarnir verða tvífalt so dýrir. Men túrar av hesum slag kosta eisini mangt slíkt í øðrum londum, sigur Kristian og leggur afturat, at íroknað fimm tíma langa túrin er matur. Tónleikurin, sum riggar at verða spældur í hellunum, er fjølbroyttur, sigur Kristian. Tú kanst spæla bæði meditativt og aggressivt. Men eitt er givið, og tað er, at man má spæla upp á rúmklangin í hellunum. Hetta kann samanberast við at spæla í eini stórari dómkirkju, endar Kristian Jákup Sumberg, kokkur, er vanliga kendur fyri sínar heimagjørdu burgarar. Nú hevur hann víðkað sítt virksemi til at umfata royking av kjøti. Hetta er eitt sindur nørdut, sigur Jákup og leggur afturat, at man kann roykja alt slag av kjøti, og man kann smakka roykin til við ymsum slag av træi. Til roykin brúkar Jákup trækol av serliga góðari dygd, sum hann hevur keypt úr útlandinum. Man kyndir upp og leggur eitt sindur afturat alla tíðina, meðan kjøtið verður roykt, sigur Jákup og letur lúkuna upp til brennikamarið í tí tonstunga roykiovninum, sum hendan dagin er staðsettur í garðinum aftanfyri Gamla Bókhandil og kaffistovuna Paname. Jákup hevur lagt svínasíður í roykiovnin. Hesar taka umleið fimm tímar at verða royktar. Man kann eisini leggja heil djór í hendan roykiovnin, so rúmligur hann er, men so tekur tað kanska eitt heilt samdøgur at roykja tey, sigur Jákup. Hoyr um mannagongdina við at roykja kjøt, umframt hvat tilhoyr, Jákup verlur at borðreiða afturvið í miðbýnum í Havn Gutti Winther er sjálvstøðugur kokkur. Hann er farin upp í rákið ny nordisk mad , sum hevur ávirkað norðurlendska matgerð seinastu árini. Hugskotið er at brúka mat á staðnum, har tú ert. Í hesum sambandi vísir Gutti á, at tað finnast einar 60 ymsar átiligar urtir í føroysku náttúruni. Umframt hetta er gott kjøt og góður fiskur at fáa í Føroyum. Men økið er púra óskipað, heldur Gutti, sum ikki vil upplýsa, hvar urtirnar eru at finna, tí, sum hann sigur, so fara nógv fólk at heinta tær, og onki verður eftir. Gutti heldur eisini, tað vantara ein matvørupolitikkur í Føroyum Meir um tað sama. Suðuroyartunnilin er somikið langur, at serliga trygdarátøk skulu gerast. Arbeiðsbólkurin mælir eisini til, at ein váðameting verður gjørd tíðliga í tilgongdini fyri neyvari at áseta hvørji tiltøk skulu gerast. Fyrr hevur verið nevnt, at tað kundi verið ein møguleiki at koyrt tunnilin upp í Skúgvi, fyri at bilar kunnu sleppa skjótari út, men tað er ikki í tilmælinum hjá arbeiðsbólkinum. Suðuroyartunnilin skal vera av Skarvanesi og til Sandvíkar. Tað er tilmælið frá arbeiðsbólkinum, sum hevur gjørt álit um Suðuroyartunnilin. Hetta er ein onnur loysn enn tann, sum Landsverk mælti til í 2017. Orsøkin eru fyrst og fremt at tað er bíligari. Tórshavnar kommuna farin undir fyrireikingar til bygging av eini marghøll, sum skal loysa eitt nú trupulleikan hjá Hondbóltssambandi Føroya, sum hevur sent manslandsliðið av landinum at spæla sínar heimadystir í EM undankappingini Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, sigur í stuttari viðmerking, at hon skilir, at hondbólturin hevur ein bráfeingistørv. Hon leggur kortini dent á, at nýggja høllin skal gerast á slíkan hátt, at hon nøktar vaksandi tørvin hjá bæði ítróttinum, mentanini og rástevnuvinnuni í fleiri tíggjuáraskeið framyvir, og at høllin tískil ikki verður ein skjót neyðloysn. Reglurnar í Grønlandi um burturbeining av skaðiligum ella dálkaðum tilfari gera, at tað verður ein torførur og dýrur umgangur, at rudda Føroyingahavnina har. Tað sigur Edward Niclasen, sum býr í Grønlandi og hevur verið knýttur at Føroyingahavnini. Tilmælið frá føroysku myndugleikunum er annars at rudda økið. Tvær føroyingahavnir eru í Grønlandi. Nordafar er nýggja føroyingahavnin, men har er ein eldri eisini. Støðan har er meinlík støðuni í nýggju føroyingahavnini. 28 ára gamli Brenton Tarrant er skuldsettur fyri at hava dripið 51 fólk, og at hava roynt at dripið 40 fólk aftrat í atsóknini í Christchurch í Ný Sælandi. Tók video av skotálopinum Tarrant gjørdi eisini eina videoupptøku, sum varð send beinleiðis á Facebook, og hon vísti menn, kvinnur og børn, sum vórðu skotin undir fríggjadagsbønini. Tarrant sigur, at hann er ein vanligur hvítur maður, sum hevur fingið íblástur frá norska hópdrápsmanninum, Anders Behring Breivik. Arbeiðsbólkurin, sum hevur gjørt eitt álit um verkætlanina, metir at tað fíggjarliga fer at hanga saman, hóast Suðuroyartunnilin kostar tríggjar milliardir krónur, og at hann er afturgoldin eftir átjan árum. Hetta fer at krevja, at landsstýrið leggur 800 milliónir krónur í verkætlanina sum partapening. Henda upphæddin kemur frá eini meting av, hvat tað fer at kosta at byggja ein nýggjan Smyril í 2030, tá tunnilin eftir ætlan skal latast upp fyri ferðslu. Mett verður, at einir 1600 bilar fara at koyra gjøgnum tunnilin í 2030, og at ferðslan fer at økjast 2,5 prosent árliga. Um hesir bilar rinda tað sama at koyra ígjøgnum, sum tað í dag kostar at sigla við Smyrili og um landið letur 75 milliónir krónur árliga í rakstrarstuðli, so skal tað bera til, sambært tunnilsbólkinum. Tær 75 milliónir krónurnar svara til, hvat tað kostar á fíggjarlógini til Smyril í rakstri og útreiðslum til klassing. Bumban var 100 kilo tung, og myndugleikarnir fluttu umleið 3000 fólk burtur í nátt, meðan teir skuldu avfjúsa bumbuna. Tað skriva týskir miðlar. Bumbur verða ofta funnar í Týsklandi frá seinna heimsbardaga, og tað er hent nakrar ferðir, at fleiri túsund fólk mugu flytast, tí bumbur skulu avfjúsast. Arbeiðsbólkurin, sum Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, setti at kanna fyrimunir og vansar við einum Suðuroyartunli, mælir til, at tunnilin verður gjørdur millum Skarvanes og Sandvík. Tað vil siga, at tunnulin ikki skal koma upp í Skúvoy. Harry Jensen, borgarstjóri í Skúvoy, er ikki glaður fyri nýggja tilmælið. Hann sigur, at hetta er eitt prógv um, at útoyggjar doyggja út. Orsøkin til, at arbeiðsbólkurin mælir til at gera tunnulin beinleiðis av Sandoy til Suðuroynna, er, at um tunnilin verður lagdur umvegis Skúvoy til Sandvíkar, er tað en longri og dýrari loysn. Arbeiðsbólkurin sigur har afturat, at Skúvoy er umhvørvisliga viðbrekin og er Ramsarøki, og tað má kannast nærri, hvørjar avmarkingar tað hevur við sær. Tunnilin verður 22 kilometar langur, og verður mettur at kosta 3 milliardir krónur, um tann linjuføringin, sum arbeiðsbólkurin skjýtur upp, verður brúkt. Landsverk mælir til, at tunnilin kemur upp norðan fyri Sands bygd, og at hann verður í tveimum, soleiðis at tunnilin eisini kemur upp í Skúvoy. Orsøkin er, at Landsverk vil sleppa undan, at ferðslan verður leidd ígjøgnum bygdina heima á Sandi, og fyri at stytta tunnilin, av trygdarávum. Loysnin, sum Landsverk mælir til, kostar umleið 400 milliónir krónur meira tað vil siga millum 3,4 og 3,6 milliardir krónur, og tá er tunnilin 26,1 kilometur langur. Harry Jensen heldur ikki, at man skal velja hesa loysnina, bara tí hon er bíligari. Hetta fer at ávirka íbúgvaratalið í Skúvoy, sigur hann. Tað staðfesti venjarin hjá danska manshondbóltslandsliðnum, Nikolaj Jacobsen, í viðtali við Kringvarpið eftir venjingina hjá danska landsliðnum í Gigantium í dag. Nikolaj Jacobsen leggur dent á, at hann fer at nýta dystin móti Føroyum til at lata fleiri av yngri spælarunum sleppa at royna seg, nú Danmark longu hevur vunnið bólkin og tryggjað sær sætið í EM endaspælinum næsta ár. Ein grundgeving er, at tílíkar lýsingar kunnu avmarka børn og ung seinni í lívinum og kann leggja lunnar undir meira mismuni millum kynini í framtíðini. Hesin myndugleikin ger nøkur minimumskrøv til bretskar lýsarar. Sum skilst hava lýsingastovurnar ikki mótmælt banninum, sum hevur verið á veg í longri tíð. Tá ið eg fekk tilboðið um at spæla fyri Danmark, høvdu ungir føroyskir hondbóltsspælarar ikki so spennandi avbjóðingar sum nú. Tá var einki A landslið í Føroyum. Kortini iðri eg meg ikki um avgerðina um heldur at spæla fyri Danmark enn Føroyar, staðfestir Jóhan á Plógv Hansen. Fólk mótmæltu, tí tey vóru ónøgd við matvøruprísir og annað, men mótmælini vuksu í styrki og fóru at snúgva seg um einaræðisharran í Sudan, Omar al Bashir, sum hevði sitið við valdið síðani 1989. Hava fram fólkadráp Tað verður mett, at stýrið hjá Bashir hevur dripið fleiri enn 15.000 fólk í landspartinum Darfur í Sudan í 2003 2004, brúkt evnafrøðilig vápn og neyðtikið kvinnur. Milliónir av fólki máttu tá flýggja. Tað skrivar the Economist. Hava dripið minst 100 fólk Friðarlig mótmæli hava tískil tikið seg upp aftur, og 3. juni drap hálvhernaðarligi bólkurin RSF minst 100 mótmælisfólk, og fleiri vórðu særd. 19 av teimum 100 vóru børn. RSF hernaðarmenn stjala og oyðileggja handlar, ræða íbúgvarnar og neyðtaka bæði menn og kvinnur. Internetsambandið er sløkt, og fleiri hundrað fólk eru handtikin. Ein minnisvarði er nú at síggja í Svínoy. Minnisvarðin er reistur fyri tey, sum eru farin í vanlukkum í Svínoy, og hetta er skipað so langt aftur í tíðina, sum skrivligar keldur greiða frá vanlukkunum. Føroyski venjarin, Sonni Larsen, hevur fyrireikað føroyska liðið móti 5 1 verjuni, sum eydnaðist so væl hjá dønum í dystinum landanna millum í Skjern í fjør heyst. Mest royndi spælarin á føroyska hondbóltslandsliðnum, Rókur Akralíð, heldur tað hava skund, at vit sum skjótast fáa eina nýggja høll í Føroyum at spæla heimadystirnar í. Kanska høvdu vit fleiri enn bara eitt stig í hesari kappingini, spældu vit okkara heimadystir í Føroyum heldur enn í Danmark, sigur hann. Mette Frederiksen, sum hevur fingið litið upp í hendur at skipa nýggja stjórn í Danmark, væntar ikki, at samráðingarnar verða lidnar, áðrenn nývalda fólkatingið kemur saman til sín fyrsta fund í næstu viku. Forkvinnan í javnaðarflokkinum hevur sagt, at hon hevur ongan skund, og at hon ætlar at brúka tíðina, sum er neyðug til tess at semjast við hinar flokkarnar. Valúrslitið vísir, at nógvir danir vilja ikki bara hava eina nýggja stjórn, men eina nýggja kós, tá ið ræður um vælferð og verðurlagsmál, sigur Mette Frederiksen við Ritzau. Mette Frederiksen hevur sagt, at hon ætlar at skipa eina sosialdemokratiska minnilutastjórn. Í løtuni hevur javnaðarflokkurin samráðingar við radikala flokkin, SF og Eindarlistan, sum hava víst á Mette Frederiksen sum samráðingarleiðara. Alternativið, sum eisini hoyrir til reyða veingin í fólkatinginum, er ikki við í samráðingunum. Alternativið hevur víst á floksleiðaran, Uffe Elbæk, sum forsætisráðharra. Á myndunum sæst eitt skip leggja upp á síðuna á japanska tangaskipinum Kokuka Courageous, sum var annað skipið, ið søkt varð at, og ein maður tekur okkurt úr skrokkinum á tangaskipinum oman fyri vatngangin. Løgreglan gjørdi ferðkanningar millum Fjarða í Eysturoynni í gjár. Tveir førarar fingu koyriforboð, talan er um ungar og nýggjar bilførarar, sum koyrdu 105 og 106 kilometrar um tíman. Teir skulu upp til nýggja roynd. Tveir førarar fingu klipp í koyrikortið, og ein fekk treytaða frádøming. Men bæði Sonni Larsen, venjari, og Rókur Akralíð, sum er mest royndi spælarin á føroyska landsliðnum, hava vónir um, at føroyingar fara at enda kappingina væl við einum góðum dysti í dag. Eg eri vísur í tí, sigur Sonni Larsen, venjari, dreingirnir hava arbeitt hart í langa tíð, og tað er ótrúligt, so langt vit eru komin. Tú skalt minnast til, at fyri ári síðani var langt millum, at vit fingu sigrar og stig. Men seinastu dagarnar hava vit aftur víst, at vit spæla um stig og spæla dystin. Og tað er sera flott avrik hjá dreingjunum, má eg siga, sigur Sonni Larsen, venjari hjá landsliðnum. Vit skulu spæla øgiliga disciplinerað. Fleiri feilir vit gera, fleiri mál fáa teir. Á hesum støðinum verður tað revsað beinanvegin, um vit gera býttar tekniskar feilir, so tað skulu vit minimera, og so standa sterkir í verjuni, sum er ein av høvuðsuppskriftinum uppá at spæla góðan hondbóltsdyst, at hava góða verju, sigur Rókur Akralíð, spælari á landsliðnum. Ferðin hjá føroysku træseglskipunum at minnast 100 ára dagin fyri, at Merkið fyri fyrstu ferð varð borið fram í Danmark, nærkast nú endanum. Um middagsleitið stevndi Norðlýsið, inn á Havnina. Dysturin millum Føroyar og Danmark byrjar klokkan fimm okkara tíð. Vit vísa dystin beinleiðis í sjónvarpinum. Byrjað verður at senda úr lborg klokkan 16 45. Argentinska orkumálaráðið sigur, at enn er ikki staðfest, hvar brekið er, men arbeitt verður við at fáa streymin aftur í nøkrum økjum í landinum, men arbeiðið kann taka nógvar tímar. Vatnstøðan verður óbroytt, tí veðurvánirnar siga frá regni. Tí hevur bretski umhvørvisstovnurin saman við løgregluni avgjørt at flyta fólk úr økinum. Herurin og luftverjan gera byrgingar fram við áarbakkanum í Steeping ánni, og 270 tons av sandi skulu í stórar posar, sum Chinook flutningstyrlur flyta hagar neyðugt er at styrkja byrgingina. Birita Sandberg Samuelsen, advokatur hjá Sókn Advokatum, sum saman við Hammer Consulting, selur Posta fyri Uttanríkis og vinnumálaráðið, sigur, at freistin er longd, so møguligir keyparar fáa betri stundir at greiða frá, hvussu ætlanin er at røkja veitingarskylduna næastu 10 árini. Eisini er nýggj kostnaðarmeting gjørd av Posta í samband við søluna, men metingin er fyribils bara ætlað seljaranum, og er tí ikki almenn. Partabrøvini í Posta verða lýst til sølu undir einum, men tó ber til at selja høvuðssætið hjá Posta á Óðinshædd 2 í Havn fyri seg. Tilgongdin hevur verið drúgv. Posta hevur gjørt nógv bæði undan og í hesi tilgongdini. Og tað er partur av strategiini, sum nevnd og leiðsla hava lagt, at vit arbeiða fyri felagsins besta, og okkara vakstrarstrategi eigur ikki at verða ávirkað av hesum, sigur Joel undir Leitinum. Teir eru javnaldrar og barndómsvinmenn. Teir spældu á liði saman í Kyndli longu fyri skúlaaldur. Eisini vóru teir liðfelagar í HB. Jóhan og Eirikur vóru tveir av gávuríku spælarunum í Kyndli, og longu sekstan ára gamlir fylgdust teir til Danmarkar at spæla hondbólt. Har skiltust teirra vegir. Jóhan fór til Skanderborg og Eirikur til Viborg. Benjamin Netanyahua avdúkaði í gjár eitt stórt skelti við nýggja navninum á. Eftir ætlan skulu 400 íbúðir byggjast á Trump herðunum, sum býlingurin eitur. Stríð hevur verið um Golan herðurnar síðani Ísrael hertók tær frá Sýria í 6 daga krígnum í 1967. Twitter góðkenning Hóast mótmæli frá ST og limalondum tess hevur Ísrael lagt Golan herðurnar undir ísraelska lóg. ST viðurkennir ikki, at Golan herðurnar eru partur av Ísrael. Men fyrr í ár viðurkendi Donald Trump, forseti í einum twitter boðum, vegna USA, at Golanherðurnar eru ísraelskar.Viðurkenningin kom sera væl við hjá ísraelsku stjórnini, ið hevur stríðst fyri at fáa heimssamfelagið at viðurkenna hertøkuna millum annað við búsetingum í hálva øld. Útlendsku granskararnir vístu eisini á, at tað er neyðugt at læra føroyskt fyri at kunna virka í samfelagnum, men undirvísingin, ið verður boðin, er alt ov avmarkað. Granskararnir vístu á, at í Føroyum er nógv undirskilt, sum við hvørt ger tað trupult at vita, hvat ein kann ella skal. Pallborðsfundurin, ið EURAXESS skipaði fyri, varð hildin fyri innbodnum lyklastarvsfólkum frá granskingarstovnunum, útlendskum granskarum og umboðum fyri Útlendingastovuna, Uttanríkis og Vinnumálaráðið og Tórshavnar Kommunu. Framtakið fyri rættinum at velja Kannabis fekk fyrr í ár neyðugu 800 atkvøðurnar og kann stilla upp, og tað gongur framá hjá Hjalmari Zachariassen at savna inn undirskriftir til Føroyaflokkin. Ætlanin var upprunaliga slept, men tikin uppaftur fyri kortum, og sambært Hjalmari Zachariassen, stovnara, er higartil eydnast honum at fáa meira enn 400 undirskriftir til flokkin. Í grundgevingini varð sagt, at Aron, sum eisini bleiv føroyameistari í ár, hevur seinasta árið vant miðvíst og hart, hann er áhaldandi og motiveraður til venjing. Hann hevur tikið seg fram í øllum amboðunum. Serliga kann nevnast beinsveiggj, sum er eitt torført amboð. Í grundgevingini verður millum annað sagt, at serian skapar eitt spennandi huglag og gevur eina veruleikakenda mynd av villari náttúru. Venjararnir hjá Rósuni, Ásleyg Gregersen, Kristina Bjartalíð og Bjørk Nolsøe vunnu heiðurin sum ársins venjarar í estetiskum fimleiki. Í hesari sendingini gevur bóndin seyðinum í várhaganum, áðrenn hann um fáar dagar verður sleptur niðan í fjøllini at ganga fyri summarið. Sniálvur Jóanesarson greiðir eisini frá, hvussu tað bar til at hann endaði sum seyðabóndi á Voss. Stjórin í Betri Trygging, Ingunn Eiriksdóttir, er komin í andglettin, eftir at hon hevur keypt møblar til millum annað sína stjóraskrivstovu frá manni sínum. Nevndarformaðurin í Betri Trygging, Lars Bonde, irriterast um málið men hann vísir á, at stjórin ikki hevur brotið nakrar reglur, umframt at hann ikki heldur, at nakað etiskt skeivt er farið fram. Køpenick var ein lítil og friðarligur býur stutt uttanfyri Berlin, og tí vakti tað stóran ans, tá fólk hoyrdu trampini frá hermannastyvlum í gøtunum tann 16. oktober í 1906. Ikki tí, hetta var ikki tað stóra herliðið, men tíggju hermenn, og fremstur gekk ein kapteynur. Hann tóktist heldur bogin til at vera heryvirmaður, og yvirskeggoð var heldur ikki so snøgt, sum tað sømdi seg einum heryvirmanni. Tað sigur Sigurd Lamhauge, verkfrøðingur, sum í fleiri ár hevur arbeitt við tunnilsverkætlanum, millum annað Vága og Norðoyatunlinum. Ein kunngerð er í løtuni til hoyringar, har millum annað kann koma upp á tal, at flutningur av vandamiklum farmi á landi, bara kann flytast ávísar tíðir. Tað sigur Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, nú Strandferðslan hevur boðað frá, at neyðugt verður at seta sparitiltøk í verk, tí fýra milliónir krónur vanta í. Hann sigur, at fíggjarætlanin hjá Strandferðsluni er 165 milliónir krónur um árið, og tað má bera til at spara fýra milliónir í fíggjarætlanini, um tað ikki eydnast at fáa eina eykajáttan gjøgnum politisku skipanina. Leygardagin varð minnisvarði avdýkaður í Svínoy yvir tey, sum eru sjólátin ella druknað, dottin oman í vergi ella bakka ella á annan hátt eru deyð av vanlukku. Pentagon sigur í yvirlýsing, at myndirnar vísa, at manningin í einum iranskum báti tók burtur restirnar av magnetisku bumbuni. Myndirnar vísa tað, og prógva, at iranska stjórnin skipaði fyri álopunum. Russland og Kina heita á partarnar um at sissa seg, og ST aðalskrivarin, Antonio Guterres hevur heitt á ST trygdarráðið um at gera óhefta kanning av álopunum. Tað skal vera greitt, hvør hevur ábyrgdina, áðrenn onnur stig verða tikin. Heimsins størsta flogfar hevði fyrstu royndarflúgving sína í apríl og tað var yvir Mojave oyðimørkini í Kalifornia. Veingjabreiðið á flogfarinum er longri enn ein fótbóltsvøllur, og 50 prosent størri enn á Airbus 380, sigur norska tv2. Strato launch hevur tveir flogkroppar og seks motorar, og er bygt soleiðis at tað kann flúgva upp til lægru partarnar av rúmdini og sleppa eini rakett, sum kann flúgva út í rúmdina og seta út flylgisveinar. Hóast flogfarið er dýrt at keypa, eru vónir kortini um at tað verður selt. CNBC fjølmiðilin nevnir milliardingin, sum eigur Tesla grúnder, Elon Musk, sum eitt uppskot, eitt annað uppskot er Amazon stovnarar, Jeff Bezos, og Richard Branson, sum eigur Virgin flogfelagið. Allir hava teir stóran áhuga fyri rúmdarferðum. Edward Snowden setti sunnudagin stóra altjóða vísindafestivalin í Tróndheimi, sum kallast Big Challenge . Tað skrivar heimasíðan forskning.no. Á festivalinum koma altjóða granskarar, listafólk, tónleikarar og leiðarar saman at eggja fólki til at hugsa øðrvísi um, hvussu fólk skulu ávirka framtíðina, og hvussu framtíðin fer at ávirka fólk. Í røðu síni mælti Edward Snowden staðiliga til, at brúkarar av talgildum netverkum lata eyguni upp og skilja, hvussu myndugleikar, Facebook og Google brúka tøknina fyri at halda vakið eygað við fólki fyri at hava tamarhald á teimum. Edward Snowden gjørdist heimskendur, tá hann í 2013 lak trúnaðarupplýsingar um, hvussu amerikanskir myndugleikar njósnast móti fólki. Hann býr í dag í útlegd í Russlandi. Trond Singsaas, ein av fyriskiparunum av festivalinum, sigur við Dagens Nyheter, at Snowden er ein av mongum einstaklingum, sum hava verið noyddir at flýggja til annað land, tí teir hava sagt okkurt, sum myndugleikunum ikki dámar. Snowden er ímynd av, hvussu vísindi og politikkur hanga saman. Hetta verður alsamt greiðari á okkara døgum, sigur Trond Singsaas við DN. Í røðu síni ávaraði Snowden um, at tøkniliga menningin fer fram uppá hálsin á fólki. Trupulleikin er, at fólk onga ávirkan hava, einki fáa at vita ella verða spurd yvirhøvur, sigur hann. Tað er yvirvøkan og tøknin, sum stýrir okkum, segði Snowden. Privatu fyritøkurnar hava til endamáls at fanga okkara uppmerksemi við tí fyri eyga at broyta okkara atburð, segði hann. Hetta snýr seg í roynd og veru ikki um yvirvøku ella trygdina hjá borgarunum. Hetta snýr seg um makt, sum ávirkar alt búskapin, javnstøðuna, veðurlagið. Eingin, sum situr við valdi, brýggjar seg um veðurlagið, tí teirra makt hevði minkað og ikki vaksið, um tey gjørdu tað, segði hann og legði afturat Vit mugu broyta lógirnar, so vit ikki noyðast at krógva okkum fyri okkara egnu statum. Vit mugu gera heimin vandamiklan fyri tey, sum royna at misnýta okkum, segði Edward Snowden sambært forskning.no. Formaður í kanningarnevndini, sum ber enska heitið The China Tribunal, er Sir Geoffrey Nice, sum var ákæri í altjóða dómstólinum fyri krígsbrotsverk í Jugoslavia. Hann sigur í einmæltu niðurstøðuni, at vissa er fyri, at Falun Gong helst er høvuðskeldan til yrkisgøgn, sum verða fingin til vega undir tvingsli . Niðurstøðan vísir, at sera mong fólk uttan grund hava verið fyri ósigandi ræðuligum deyða, og at fleiri eru í vanda fyri somu líðing í hondunum á hesum ómetaliga óndu valdshavarunum í eini av elstu sivilisatiónunum, sum fólk vita um, sigur Sir Geoffrey Nice sambært The Guardian. Kinesisku myndugleikarnir fóru undir at jagstra átrúnaðarliga minnilutan Falun Gong í 1993, tí rørslan vaks við tíggjutals milliónum av fólki, og hetta varð hildið at vera hóttan móti kinesiska kommunistaflokkinum. Í 2014 kunngjørdi Kina, at landið fór at gevast við at taka gøgn til transplantatiónir úr avrættaðum fangum, og hevur annars víst ákærunum frá sær ósannar og politiskar. Kanningarnevndin sigur í síni niðurstøðu, at bíðitíð eftir yrkisgøgnum í Kina er merkiliga stutt, ofta bara fáar vikur. Kanningarfólk, sum spurdu kinesisk sjúkrahús um gøgn til transplantatiónir, hava áður fingið at vita, at summi stava frá limum í Falun Gong. Bæði fyrrverandi fangar úr Falun Gong og forfylgda muslimska minnilutanum, Uighur, hava vitnað fyri kanningarnevndini og sagt, at tey vóru fyri áhaldandi heilsukanningum í kinesiskum fongslum. Jennifer Zeng, sum varð send í arbeiðslegu í eitt ár, greiddi frá, at hon undir fyrstu kanningini segði seg hava hepatitis, sum er ein livrasjúka. Aðru ferð blivu vit øll løgd í hondjørn og koyrd á eitt sjúkrahús til meiri neyvari heilsukanning. Tey tóku røntgenmyndir av okkum. Og triðju ferð vórðu blóðroyndir tiknar av okkum í arbeiðsleguni, sigur hon við The Guardian. Kanningarnevndin metir, at 90.000 transplantatiónir verða gjørdar í Kina árliga. Hetta talið er nógvar ferðir hægri enn almenna talið hjá kinesisku myndugleikunum, skrivar The Guardian. Fólk úr øðrum londum fara eisini til Kina eftir nýggjum gøgnum, tó at lond sum Ísrael, Italia, Spania og Taiwan hava sett bann fyri tí. Kina tvíheldur um, at landið heldur seg til altjóða krøv hjá WHO um samtykki frá teimum, sum lata gøgn. Kina vildi ikki vera partur av kanningarnevndini, skrivar the Guardian. Illgruni er um, at fyrrverandi UEFA forsetin skal hava tikið ímóti mutri í sambandi við, at Qatar verður vertur fyri HM í fótbólti í 2022. Sambært blaðnum, er Platini handtikin í morgun. Mediapart sigur seg vita, at Platini er tikin við á deildin hjá fronsku løgregluni fyri mutur lógarbrot í Nanterre uttanfyri Paris. Bæði fótbóltsumhvørvið og mannarættindastríðsfólk hava funnist at valinum um at skipað fyri HM í Qatar. Og illgruni hevur verið um mutur og rotinskap í sambandi við avgerðina um Qatar, avgerðin varð tikin í 2010. Fleiri vilja verða við, at Qatar keypti seg til HM í 2022. Platini var forseti í evropiska fótbóltssamgonguni frá 2007 til 2015, tá hann noyddist at leggja frá sær, tí etiska nevndin í atljóða fótbóltssamgonguni, FIFA, útihýsti hann fyri ein peningaflutning millum hann og fyrrverandi FIFA forsetan, Sepp Blatter. Útihýsingin stendur við til í oktober í ár. HM kappingin í fótbólti verður vanliga spæld um summarið, men heita veðurlagið í arbiska landinum gera, at meistaraskapurin verður fluttur til november og desember. Vátta er, at HM verður spælt millum 21. november og 18. desember. Báðar tosa tær føroyskt. Tær hava tikið skeið í føroyskum, men hava eisini lært tað í vanligari undirvísing á Glasi og við at samskifta við familju og vinir á føroyskum. Londini, sum eru í makrelsemjuni, eru samd um ikki at broyta kvoturnar í ár, sigur føroyski samráðingarleiðarin, Herluf Sigvaldsson. Føroyar, Noreg og ES hittust í London hósdagin og fríggjadagin í síðstu viku at viðgera kvoturnar, nú ráðgevingin hjá ICES er broytt. Føroyar, ES og Noreg, sum eru samd um makrelbýtið, hava givið sær góð 650.000 tons í ár, hóast ráðgevingin hjá ICES tá var 318.000 tons. Í nógv ár hevur makrelveiðan verið nógv størri enn ICES hevur mælt til, so makrelur úr átta londum í landnyrðings partinum av Atlansthavinum mistu MSC góðkenningina fyri fyrst í mars í ár. Føroyar, Noreg og ES vórðu eisini samd um at senda ICES umbøn um ráðgeving um nýggja umsitingarætlan fyri makrel, sigur Herluf Sigvaldsson. Í valstríðnum herfyri varð ferð eftir ferð sagt, at Danmark nú leggur seg út í føroyskar fiskirættindasamráðingar. Hetta varð ikki afturvíst. Men bæði ráðini halda, at kanska er frágreiðingin tann, at samrøður hava verið millum landsstýrið og donsku stjórnina á embætisstigi um uttanríkispolitisku lógina, og hvussu hon skal umsitast. Í tí sambandi hevur Danmark víst á, at siðvenjan sum er í strandalandatingingum, har Føroyar gera avtalur við onnur lond í egnum navni, møguliga ikki er í samvari við uttanríkipolitisku lógina. Tá verður hugsað um, at Føroyar gera eina avtalu og Grønland eina aðra, ella bæði Føroyar og Grønland, hvørt við sínari undirskrift, eru partar av somu strandarlandaavtalu um fiskiskap við onnur lond. Spara ella ikki. Tað er brennandi spurningurin. Tað var annars eingin ivi, tá ið Strandfaraskip landsins fríggjadagin stillisliga boðaði frá í einum stubba á heimasíðuni, at sparitiltøk vera sett í verk 1. juli, sum ávirka bæði oyggjaleiðir, bygdaleiðir og fyrisitingina hjá Strandferðsluni. Fráboðanin var ein staðfesting av, at Samferðslumálaráðið og samgongan hvørki varð sinnað at hækka játtanina ella at lata Strandferðsluni eykajáttan, so Strandferðslan kundi hava sama virksemi í ár sum í fjør. Men tá ið tíðindini bórust um sparitiltøkini hjá Strandferðsluni, komu kontraboð frá Samferðslumálaráðnum. Og har stendur málið nú. Og tey sum ferðast regluliga við oyggja ella bygdaleiðum mugu brynja seg við toli. Hilmar Eliasen, stjóri, vil í dag ikki siga, hvørji sparitiltøk verða sett í verk 1. juli. Samband er millum Strandferðsluna og Samferðslumálaráðið, men enn er ov tíðliga at siga, hvat úrslit spyrst burturúr. Tað er tó greitt, at møguleikarnir hjá Samferðslumálaráðnum at finna 4,7 milliónir í summarferiuni, eru avmarkaðir. Sambært Bárði Nielsen, fíggjarnevndarformanni, kemur eitt fíggjarnevndarskjal, ikki uppá tal. Fyri at játta pengar við fíggjarnevndarskjali, skal talan vera um eina brátt íkomna støðu. Tað er tað ikki. Tvørturímóti. Samferðslumálaráðið og samgongan hava vitað síðani fíggjarlógin var samtykt í fjør, at játtanin hjá strandferðsluni ikki rakk til sama virksemi sum í fjør. Og løgtingið kemur neyvan saman aftur áðrenn ólavsøku. Heðin Mortensen hevur higartil ikki givið nakað ítøkiligt boð uppá, hvar tær 4,7 milliónirnar skulu koma frá. Løgtingsval verður í seinasta lagi í august, og tað merkir, at øll politisk lyftir nú, um hvat skal gerast í heyst, skulu takast við eitt sindur av salti. Tað mest ítøkiliga sparitiltakið hjá landsstýrismanninum higartil, er at útseta viðlíkhald av skipum og bussum Heilsumálaráðið upplýsir, at semja er gjørd um, at setanarnevndin verður víðkað við umboðum frá starvsfólkunum í høvuðssamstarvsnevndini fyri Sjúkrahúsverkið. Aðalstjórin sigur seg harmast um, at starvsfólkaumboð í høvuðssamstarvsnevndini ikki hava verið við í setanartilgongdini frá byrjan og vísir á, at í framtíðini fer starvsfólkaumboð frá høvuðssamstarvsnevndini at vera við í setanum í Sjúkrahúsverkinum, sum Heilsu og innlendismálaráðið varðar av. Nú forstjóri og stjórar skulu setast, fáa nýggju limirnir í setanarnevndini møguleika at viðgera umsóknirnar og gjøgnumganga øll mál og avrit frá setanartilgongdini og vera partur í tilmælinum til landsstýriskvinnuna um tær tríggjar setanirnar, sigur Heilsumálaráðið. 7. juni sendu 11 fakfeløg Heilsu og Innlendismálaráðnum mótmæli. Tey mótmæltu, hvussu setanarbólkurin er settur saman. Fakfeløgini søgdu, at tað er brot á starvsfólkapolitikk landsins, at einki starvsfólkaumboð varð valt í setanarbólkin. Alibrúk, sum nú kunnu hava tíggju klipp, fara, tá broytta kunngerðin er komin i gildi, bara at kunna hava átta klipp, áðrenn smolt talið ikki skal hækka, ella tað skal lækka. ADHD stendur fyri Attention deficit Hyperactivity Disorder , og er eitt atferðarog uppmerksemisórógv. Onnur heiti, sum hava verið nýtt um ADHD, eru DAMP Deficits in Attention, Motor control og Perception og Hyperkinetiskt syndrom. Børn við ADHD hava serligar trupulleikar við uppmerksemi, bindindi og sosialari atferð. Tey eru hyperaktiv, verða skjótt avleidd og hava motoriskar trupulleikar í størri og minni. Men enn er henda diagnosan, sambært ADHD felagnum, ikki í nóg stóran mun viðurkend. Bjørg Dam, forkvinna í felagnum, og Bára Silvansdóttir, sum hevur diagnosuna, greiða frá týdninginum av at diagnosan verður viðurkend. Føroyskur skipsfiskiskapur tók seg rættiliga upp i 1872, tá langbummarin Fox hjá trappumonnum í Havn hevði ein góðan túr við bátum á Eysturlandinum. Síðani fóru fleiri sluppir til Íslands at royna við bátum, og skjótt fóru menn til lands á Eysturlandinum. Teir búðu í landi og róðu út við føroyskum bátum. Hetta gjørdist ein stóra vinna hjá føroyingum, bæði kvinnum og monnum. Dennis Holm, formaður í st rinum fyri Bú og heimatænastuna í Suðuroynni, vildi ikki gera samrøðu við sjónvarpið, hóast avtala varð gjørd við hann um tað. Ítróttasamband Føroya hevur selt ÍSF húsið til Tórshavnar kommunu, sum skal byggja nýggjan langhyl á økinum, har húsið hevur staðið. Fornfrøðiligur grevstur hevur verið á Bakkanum á Velbastað ímnøkur ár, og nú verða kanningar gjørdar, sum meira neyvt kunnu siga, hvussu gomul búsetingin har er. Amerikanski forsetin Donald Trump boðar nú alment frá, at hann stillar upp til forsetavalið í 2020. Forsetin boðaði áhoyrarum frá hesum á einum veljarafundi í Orlando Florida. Miðlarnir fingu av at vita, embætisverkið og áhugafelagsskapir í Washington fingu av at vita og kappingarneytarnir í demokratiska flokkinum vóru skýrdir sosialistar við eini ætlan um at oyðileggja amerikanska dreymin. Fiskimálaráðið hevur nú skrivað út fýra loyvi til ferðavinnu fiskiskap. Loyvini eru latin fýra feløgum og einstaklingum, sum tilsamans reka níggju útróðrarbátar, ið verða brúktir til ferðavinnufiskiskap. Grein 40, stk.3 í lógini um fyrisiting av sjófeingi sigur, at landsstýrismaðurin kann geva serstakt loyvi til fiskiskap í føroyskum sjógvi í sambandi við ferðavinnu. Men hóast lógin um sjófeingi hevur verið í gildi í útvið hálvtannað ár, so hevur drigið út við at fáa hesa nýggju, lógar reguleraðu vinnugrein, at virka. Næstsíðsta leygardag var Brimil á Porkeri og tók har fýra bátar við týskum ferðafólki, sum fiskaðu uttan neyðugu loyvini. Nú hevur Fiskimálaráðið so skrivað út loyvi til fýra feløg og einstaklingar, sum reka hetta slag av ferðavinnu. Fiskimálaráðið ger varug við, at talan er um fyribilsloyvi, sum er galdandi frá 14. juni til 30. september í ár. Fiskiskapurin kann bert fara fram við tráðu, snøri ella hondsnellu. Galdandi ásetingar um friðaðar leiðir skulu haldast. Veiðan kann ikki kastast fyri borð. Veiðan kann ikki seljast ella latast øðrum við vinningi fyri eyga. Og harumframt sigur Fiskimálaráðið, at hvørt ferðafólkið í mesta lagi kann fiska 20 kilo í rundari vekt. Tey, sum fáa loyvi at reka ferðavinnufiskiskap, skulu senda Vørn fráboðan um veiðu í nøgd, býtt á fiskaslag. Gerast skal upp fyri hvønn túr, og tá skal eisini upplýsast um tal av ferðafólki á túrinum. Hesar fráboðanir skal Vørn hava í minsta lagi eina ferð um mánaðin , sigur Fiskimálaráðið. Tað eru bara einstaklingar og feløg, heimahoyrandi og skrásett í Føroyum sambært grein 6 og grein 7 í lógini um sjófeingi, sum kunnu fáa loyvi at reka ferðavinnufiskiskap. Í útskrivaðu loyvunum upplýsir Fiskimálaráðið, at ráðið arbeiðir við at orða eina kunngerð í føroyskum sjógvi í samband við ferðavinnu. Tað skal kannast, um til ber at tryggja øllum atgongd til jørðina, tá vindmyllur skulu setast upp. Heilsu og Innlendismálaráðið og Fiskimálaráðið, ið umsitur landsjørðina, skulu standa fyri kanningini. Lógin er helst ikki nóg greið hesum viðvíkjandi, og skal tí kanska endurskoðast. Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, sum hevur svarað Bill Justinussen, løgtingsmanni, sum spurdi um Gellingarklett í Hoyvíkshaganum, har sum smápartafelagið Vindrøkt og festarin hava gjørt avtalu um jørð at seta vindmyllur á. Hetta útilokar onnur frá at søkja um loyvi at seta upp myllur har, hóast lógin sigur, at onnur eisini kunnu søkja um sama loyvi, sigur tingmaðurin. Bill Justinussen spurdi Høgna Hoydal, landsstýrismann í búnaðarmálum, um sama mál, men tað svarið er ikki komið á heimasíðuna hjá løgtinginum. Bill Justinussen spyr millum annað, um bara Sigert Patursson, bóndi á Vatnaskørðum, fær slíkar sersømdir at brúka almenna jørð til vindmyllubygging. Raksturin hjá Vágs kommunu gav 2,2 milliónir krónur í avlopi í fjør. Roknskapurin fyri 2018 varð samtyktur á býráðsfundi mánakvøldið. Í 2018 rindaði Vágs kommuna 2,5 milliónir krónur aftur av lánum. Við árslok var nettoskuldin hjá Vágs kommunu smáar 31,6 milliónir krónur, 69 prosent av einari álíkning. Í fíggjarætlanini fyri 2018 hjá Tvøroyrar kommunu er hallið næstan 23 milliónir krónur. Men tá avtornaði er avlop í ársroknskapinum. Avlopið er næstan níggju milliónir krónur. Munurin á fíggjarætlan og ársroknskapi er tí slakar 32 milliónir krónur. Tað kostaði 66,8 milliónir krónur at reka Tvøroyar kommunu í fjør, 2,6 milliónir minni enn roknað varð við í fíggjarætlanini. Men íløgurnar vóru 11 milliónir krónur, hóast góðar 27,8 milliónir eru í fíggjarætlanini. Inntøkurnar hjá Tvøroyrar kommunu í fjør vóru 12,5 milliónir krónur størri enn væntað. Kommunan rindaði 3,5 milliónir krónur í avdráttum í fjør. Nettoskuldin við árslok var komin niður á minni enn ein triðing av einari álíkning. Tá skuldin var størst, var hon góðar átta álíkningar, sigur kommunan. Tey, sum selja eltól og hvítvørur og senda tilboðsbløð í hvørt hús, eiga at prógva, at prísirnir í blaðnum eru rættir, bæði tilboðið og tað, sum vøran kostaði fyrr. Fyritøkurnar báðar fingu tó at vita, at Brúkaraumboðið ætlar at halda fram við at gera slíkar stakroyndir. Um upplýsti upprunaprísurin ikki er rættur, er talan um villleiðandi marknaðarføring. Sambært lógini um marknaðarføring má útsøla ella onnur søla, har prísir eru lækkaðir, bara fráboðast, um príslækkingin er verulig. Handlar skulu í minst seks vikur hava havt vøruna til sølu fyri upplýsta upprunaprísin, áðrenn vøran verður seld fyri tilboðsprís. Er talan um gerandisvørur er talan tó um fýra vikur. Nú kann allur svartkjaftur og øll norðhavssild, sum varð keypt á uppboði í fjør, og ikki varð fiskað í fjør, fiskast í ár. Tað siga nýggjar kunngerðir frá Fiskimálaráðnum. Kunngerðin um uppboðssølu í ár er eisini broytt, tí nú er rætturin at fiska 2.450 tons meira av svartkjafti til sølu, og rætturin at fiska 3.313 tons av norðhavssild er komin afturat. Vinnuøkið við Gomlurætt er framvegis aktuelt. Tað verður á býráðsfundi í Havn í annaðkvøld. Býráðið skal viðgera spurningin, um kommunan skal keypa vinnuøkið norðan fyri Gomlurætt fyri 28 milliónir krónur at gjalda í 2022 og 2023. Vinnuøkið skal gerast við gróti úr Sandoyartunlinum og stórt grót til brimverju skal fáast úr einum grótbroti oman fyri Gomlurætt. Vinnuøkið verður slakar 35.000 fermetrar og grótbrotið slakar 19.000 fermetrar. Men tað er ikki bara sum at siga tað at gera vinnuøki við Gomlurætt. Byggisamtyktin fyri økið má broytast. Loyvi máa fáast frá friðingarmyndugleikum. Umhvørvisstovan má geva loyvi til at fylla grót út á sjógv og Landsverk eigur økið. Umhvørvisstovan hevur longu gjørt eina árinsmeting á staðnum. Umhvørvisstovan heldur ikki, at ætlanin fer at ávirka munandi náttúru og umhvørvi. Sigfríður Clementsen, Teitur Joensen, Jóhann Lútzen og Jens Martin Knudsen práta um Betri deildina og runda tað heila av við at umrøða báðar landsdystirnar herfyri Hann er nú 729 milliónir krónur. Tað er, at útflutt verður fyri 729 milliónir krónur meira enn innflutt verður fyri. Tá er talan um árið frá mai í fjør til apríl í ár. Munurin var næstan dupult so stórur fyri einum ári síðani. Hann var ein milliard og 316 milliónir krónur frá mai 2017 til apríl 2018. Árið apríl 2018 til mars í ár var munurin ein millard og 34 milliónir krónur. Munurin millum innflutning og útflutning minkar tí støðugt. Meira verður innflutt og minni útflutt, sambært hagtølum, sum Hagstovan kunnger. Brennievnini, til dømis olja, gera stóran mun. Tann innflutningurin vaks 37 prosent frá mai í fjør til apríl í ár, tey prosentini svara til 359 milliónir krónur. Áhugin at siga sína meining um møblakeypið hjá stjóranum í Betri Trygging frá manni sínum, er sera tepur millum tey 35 fólkini, sum umboða teir borgarar, sum hava sína trygging í Betri og eiga felagið. Fríggjadagin segði Lars Bonde, nevndarformaður, at hann var irriteraður um notuna í roknskapinum, men at hann ikki helt, at nakar etiskur trupulleiki var við keypinum hjá Ingun Eiriksdóttir frá manni sínum. Eisini høvdu grannskoðararnir eftirfylgjandi kannað og staðfest, at keypið var til marknaðartreytir , men eingi onnur tilboð vórðu umbiðin, segði hann. Kringvarpið hevur seinastu dagarnar roynt at fáa at vita frá umboðunum hjá teimum, sum eiga Betri, um tey halda, at tað er etiskt í lagi, at stjórin keypir frá manni sínum, men tað hevur verið meira enn trupult at fáa nakað svar. Heldur ikki, tá Kringvarpið endurgevur skrivligu boðini frá teirra egna formanni, Jákup Egholm Hansen um, at tey fáa málið til viðgerðar, um tey vilja, fær tað tungubondini á glið. Jan M Müller, umboðsráðslimur, svarar, at hann hevur onga viðmerking til keypið millum hjúnini. Spurdur, um hann vil hava málið til viðgerðar í Umboðsráðnum, svarar hann, eg havi ongar viðmerkingar í løtuni og vísi til formannin. Karl Birgir Isaksen, sum umboðar tryggingartakararnar, umframt at hann eisini situr í sjálvari nevndini í Tryggingini, har Ingun Eiriksdóttir er stjóri, vil heldur einki siga. Kringvarpið hevur fingið at vita frá einum umboðsráðslimi, sum vil vera dulnevndur, at ein áheitan er send ráðnum um at taka málið upp til viðgerðar. Viðkomandi umboðsráðslimur vil ikki verða nevndur við navni og vísir til ásetingina í reglunum fyri ráðið, sum sigur, at tað bara er formaðurin, sum úttalar seg. Formaðurin umboðar Umboðsráðið úteftir bæði mótvegis miðlum og øðrum. Umboðsfólk skulu ikki uttan undanfarandi avtalu við formannin úttala seg alment, herundir til fjølmiðlarnar, um viðurskifti ella mál, sum viðvíkja samtakinum . Umboðsráðslimir siga við KvF, at tað kann fáa avleiðingar fyri ein umboðsráðslim, sum brýtur ásetingarnar og kortini úttalar seg tildømis til Kringvarpið um møplakeypið hjá stjóranum í Betri Trygging. Tí í viðtøkunum fyri Umboðsráðið stendur, at Fyri at vera valbærur til Umboðsráðið, skal viðkomandi ikki hava brotið reglur fyri Umboðsráðið og í reglunum stendur, sum áður nevnt, at tað einans er formaðurin, sum kann úttala seg. Í útvarpinum í gjárskvøldið søgdu vit, at tað er ein nevnd, umboðandi millum annað formannin og stjóran í tryggingini, sum hava valbæri hjá umboðsráðslimum í sínum hondum. Tað er ikki rætt. Betri boðaði í gjárskvøldið frá, at ásetingin, Kringvarpið endurgav úr, var úr einum innanhýsis skjali, sum ikki varð samtykt, tá avtornaði. Summir umboðsráðslimir, Kringvarpið hevur tosað við, vita ikki sjálvir, hvør so hevur heimild at avgera valbæri hjá teimum, og onkur vildi kanna tað. Stutt fyri evstamark fekk Kringvarpið so umvegis samskiftisdeildina í Betri at vita, at tað er umboðsráðið sjálvt, og eingin annar, sum hevur valbæri hjá sínum limum um hendur. Tað er annars ikki bara Kringvarpið, sum í seinastuni hevur roynt fáa orð á formannin i Umboðsráðnum. Tað hava umboðsráðslimir eisini, men sum Kringvarpið skilir, so hevur tað eisini verið til fánýtis hjá ráðslimunum. Í beinleiðis samrøðu varð hann spurdur um sína meining um, at stjórin í Betri Trygging keypir møplar fyri 265.000 krónur frá manni sínum. Løgreglan í Føroyum hevur í dag handtikið og skuldsett ein yngri mann í einum máli um eitt illgrunasamt deyðsfall frá november 2012, sum tað stendur í tíðindaskrivi. Løgreglan hevur í hesum sambandi gjørt húsarannsóknir í fleiri støðum, sigur løgreglan í tíðindaskrivinum , sum varð sent út um tvey tíðina í dag. Maðurin, sum nú er handtikin og skuldsettur í málinum, skal í grundlógaravhoyring í Føroya rætti í morgin, hósdagin, sigur løgreglan. Løgreglan og ákærumyndugleikin hava í løtuni ikki fleiri viðmerkingar til handtøkuna og skuldsetingina í skjótta sjey ára gamla málinum. Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur, váttar fyri Kringvarpinum, at talan er um eitt mál frá Hvannasundi í november 2012, tá ein ung kvinna varð funnin deyð í bygdini. Luttakarar Mariann Mikkjalsdóttir, Jóhanna á Bergi, Annika Hoydal, Heðin Ziska Davidsen, Mik Thomsen, Jesper Pedersen og Helena Fríheim. Minnisvarðin er reistur yvir tey, sum eru farin í vanlukkum í Svínoy, og hetta er skipað so langt aftur í tíðina, sum skrivligar keldur greiða frá vanlukkunum. Uppskotið spratt frá kvinnum, sum av sínum eintingum hava tikið stig til hetta. Men í dag er deyðstølini fyri kvinnur, ið doyggja í barsilssong munandi minni og hetta kemst sjálvsagt av, at tað er blivið meiri trygt at eiga. Annika Hoydal, forkvinna í Ljósmøðrafelagnum, greiðir frá, hvussu umstøðurnar vóru fyrr í tíðini. Lyon Hansen er ættaður úr Gøtugjógv og hevur verið partur av tónleikapallinum síðani hann singer songwriter kappingini í Kafe Kaspar í 2010. Men Lyon hevur verið rættiliga fjarur seinastu fýra áriini, men nú er hann aftur klárur við nýggju tilfari. Fyrsta staklagið Juliette hevur verið nógv at hoyrt í útvarpinum. Leitisstein nýtti høvdið at fara at vitja Lyon í Sandavági til eitt prát um, hvar hann hevur verið seinastu fýra árini, og hvørjum tónleiki Lyon lurtar eftir, tá hann lurtar eftir tónleiki. Ráðið er samt um, at tilvitskan um týdningin, sum góðir dagstovnar hava, skal styrkjast í almenna rúminum, koma á breddan i politisku skipanini og raðfestast. Forkvinnan í ráðnum, Hildur Patursson, sigur, at í dag hava bert 37 av starvsfólkunum á dagstovnaøkinum útbúgving, og sambært lógini skulu tað vera minst 67 starvsfólk við útbúgving. Dagstovnaráðið hevur bert havt ein fund enn, men Hildur Patursson ætlar, at ráðið skal koma við sínum fyrsta tilmæli áðrenn nakrar mánaðir. 79 halda tað er trygt. 7 , at tað ikki er trygt og 14 hava onga meining. Tá ið tey vórðu spurd, um tey hildu, at koppseting riggar, svaraðu 84 ja, 5 nei og 15 høvdu onga meining. Koppseting verjir fleiri milliardir av fólkum kring heimin, og eitt nú eru vit sloppin heilt av sjúkuna pokur ella koppar, sum hon eisini verður nevnd. Í dag eru meslingar av álvara komnir fyri seg aftur, og serfrøðingar siga, at høvuðsorsøkin er, at fólk ikki lata seg koppseta fyri meslingar, tí tey eru bangin ella illa upplýst. Tað eru lond, sum hava gjørt inntriv hesum viðvíkjandi. Í Fraklandi er tað kravt, at fólk lata síni børn koppseta. Har skulu børn nú hava 11 koppsetingar. Í Italia hava tey fyri stuttum samtykt eina lóg, sum loyvir skúlum at banna børnum atgongd, sum ikki eru koppsett, ella geva foreldrum eina bót, um tey lata eitt ókopsett barn fara í skúla. Í Bretlandi hava tey ikki kravda koppseting enn, men heilsumálaráðharrin Matt Hancock hevur sagt, at um tað verður neyðugt, so verður koppseting kravd. Ukraina hevur havt flest tilburðir av meslingum í Evropa, nevnliga 53.218 tilburðir í 2018, og kanningin vísir, at bert 50 av fólkunum í Ukraina halda, at koppseting riggar. Í USA hava tey eisini havt flest tilburðir av meslingum í ár enn í fleiri áratíggju. Higartil í 2019 eru fleiri enn 980 tilburðir í 26 statum. Fólk í láglønarlondum halda sum heild, at koppseting er trygg. Hægsta talið var í Suður Asia, har halda 95 fólk, at koppseting er trygg, og í Eystur Afrika halda 92 , at koppseting er trygg. Í Bangladesh og Rwanda er nærum almenn semja um, at koppseting riggar og er trygg, og har hava tey fáar tilburðir av meslingum, hóast tey hava fleiri avbjóðingar við at fáa útvega koppseting til fólk. Her í Føroyum mælir landslæknin til at øll, ið fara at ferðast út um Føroyar og Danmark lata seg koppseta við MFR koppingarevninum. Radikali flokkurin ikki møtti til samráðingar um stjórnarsamstarv á fyrsta sinni í dag, tí tey Radikalu eru ónøgd við, hvussu samgongusamráðingarnar ganga. Tað skrivar DR. Morten Østergaard, formaður í Radikala flokkinum, sigur við DR, at hann ikki ætlar sær at tingast meira um veðurlagspolitikkin, fyrr enn størri úrslit eru fingin um útlendingaspurningin og fíggjarpolitikkin. Felagstingingarnar undir leiðslu av Mette Frederiksen byrjaðu annars klokkan fimm føroyska tíð, og veðurlagspolitikkur stóð á skránni. Eg vildi ynskt, at allir flokkar vóru her. Vit koma, tá vit fáa boð um tað, segði Pernille Skipper úr Eindarlistanum, tá hon kom á fund. Tað er sera undarligt, at Østergaard ikki møtir. Hann sigur nei til at fáa ávirkan, og tað ljóðar ikki serliga radikalt, sigur hon við Danmarks Radio. Nývalda Fólkatingið, ið varð valt á valinum 5. juni, hevur fyrsta fundin í dag. Á skrá er val av fyribils formanni og val av eini fyribils nevnd, ið skal góðkenna fólkatingsvalið. Fundurin byrjar klokkan 11 okkara tíð. Fólkatingið hevur longu fund aftur í morgin. Tá verður formaður valdur, og eisini verður formansskapurin valdur. Sjúrður Skaale úr Javnaðarflokkinum og Edmund Joensen úr Sambandsflokkinum vórðu valdir í Fólkatingið fyri Føroyar á fólkatingsvalinum 5. juni. Enn er ongin stjórn skipað í Danmark eftir valið. Mette Frederiksen, forkvinna í Javnaðarflokkinum, stendur á odda fyri samráðingum. Kommunan arbeiðir eisini við at gera seinna byggistigið liðugt. Seinna byggistig eru trý grundstykki, sæst á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu. Appilsinlittu mjólkapakkarnir við D vitamin hava broytt baksíðu, men yvirskriftin við heitinum skúlamjólk, manglar eitt J, so tað stendur skúlamólk. Hóast málið er gamalt, so var ungi maðurin handtikin klokkan 11 19 fyrrapartin í gjár, og hann var koyrdur í grundlógaravhoyring klokkan 9 15 fyrrapartin í dag. Grundlógaravhoyringin fer fram fyri afturlatnum hurðum. Nú skal Føroya Rættur gera av, um ella hvussu leingi maðurin skal varðhaldsfongslast, meðan málið verður kannað. Luttakarar Havstein Klein, Valborg Laksafoss, Hilmar Eliasen, Bjarni Hammer, Hansina á Plógv, Páll Sólstein, Rani Nolsøe, Rannvá Tórgarð og Joan J. Jacobsen. Innan jazztónleik hevur árið 1959 serstøðu sum the greatest year in jazz . Eitt myndandi ár innan jazz, og fyri summi enntá hitt besta jazz árið yvirhøvur. Av týdningarmiklum jazz plátum frá 1959 kunnu nevnast Kind of Blue hjá Miles Davis, The Shape of Jazz to Come hjá Ornette Coleman, Time Out hjá The Dave Brubeck Quartet og Mingus Ah Um hjá Charles Mingus. Valstaðið á Argjum verður allarhelst flutt úr róðrarneystinum niðan í skúlan á Argjahamri. Tórshavnar býráð skal í kvøld taka støðu til málið. Tað er sera trupult hjá illa gongdum fólki, og hjá teimum sum sita í koyristólum, at koma til valhølið í Róðrarneystinum á Argjum. Brekkan oman til valhølið er ov brøtt til koyristólar og illa gongd fólk, trappan til valhølini er ikki nóg trygg at ganga í. Veljarar í koyriistóli, sleppa ikki inn í valklivarnar, tí teir eru ikki breiðir nokk til koyristólar. Hesi viðurskifti mugu broytast til næsta val, antin við at bøta um verandi viðurskifti, ella flyta valstaðið í Látrið í Skúlanum á Argjahamri, sæst í skránni fyri býráðsfundin. Fiskimenn úr Eysturoynni vóru í 1998 á ferð á Eysturlandinum í Íslandi. Teir ferðaðust í slóðunum, sum føroyskir útróðrarmenn og skipsfiskimenn høvdu traðkað í mannaminnir síðani 1870ini. Vitjað varð á nógvum útróðrarplássum frá Borgarfirði í norði til Djúpavág í suðri. Harímillum vóru eitt nú Seyðisfjørður, Vattarnes, Norðfjørður og Fáskrúðsfjørður. Menninir høvdu bæði róð út og verið við íslendskum skipum eitt nú trolarum á Norðfirði. Frásagnir verða eitt nú endurgivnar frá John Ol sen, Rituvík, Martin í Grund, Søldarfirði og Sofusi Gregersen, Syðrugøtu. Birita Sandberg Samuelsen, advokatur sigur, at tey hava vitað um keypið hjá Posta í rúma tíð, og tí er tann parturin eisini við, nú fyritøkan verður seld. Tá eitt felag sum Posta verður selt, er mannagongdin, at tey sum vísa áhuga, fáa eina ávísa kunning um virksemið. Men tey fáa ikki greinað niður í smálutir, hvat virksemið er, tí talan er um handilsvirksemi, sum kapping er í, og sum má verjast. Tá so feløg ella einstaklingar vísa áhuga fyri at keypa, verða tey fyrst biðin um at prógva, at tey hava fígging til keypið, áðrenn tey fáa meir kunning. Eftir at Posta varð lýst til sølu, stovnaði fyritøkan eisini eina nýggja deild í Keypmannahavn, og eisini tann parturin er við í sølutilgongdini, sigur advokaturin. Virksemið hjá North West Chartering er mest innan stórflutning av bulkfarmi og øðrum stórflutningi millum annað innan byggi og projektvinnu, har felagið er millumlið millum skipaeigarar og kundar, sum hava brúk fyri stórflutningi. Virksemið hjá NWC er mest í Føroyum, Noregi og Íslandi. Í tíðindaskrivi í gjár segði Joel undir Leitinum, stjóri í Posta, at keypið av North West Chartering er liður í framhaldandi vakstrarstrategiini hjá Posta. Felagið hóskar væl inn í flutningsvirksemið hjá Posta, og ætlanin er at styrkja støðuna hjá North West Chartering í Norðurhøvum, skrivaði stjórin í tíðindaskrivinum. Býráðið í Vági hevur givið prinsipielt byggiloyvi, men ikki endaligt byggiloyvi, til vatnorkuverk á Marknoyri og til at brúka byrgingina í Vágsvøtnum eystan fyri Vág. Nakrar treytir eru við loyvinum. Loyvið er givið at byggja og grava fyri leiðingum í sambandi við vatnorkuverkið, sum ein maður í Vági ætlar at gera. Men onnur loyvi skulu eisini fáast, áðrenn verkætlanin kann fremjast. Loyvi skulu eisini fáast frá festara, jarðareigara, SEV, Porkeris kommunu, Orku í Umhvørvisstovuni, sum umsitur elveitingarlógina, og frá friðingarmyndugleikum. Vágs kommuna brúkar ikki Vágsvøtn longur til drekkivatn. Men kommunan tryggjar sær tó nýtslurættin til vatnið í Vágsvøtnum í framtíðini. Yvirskipað heldur Arbeiðsgevarafelagið tó, at tað er skilagott við slíkari kunngerð. Men felagið hevur nógvar viðmerkingar um uppskotið hjá Samferðslumálaráðnum. Tangabilar til oljuflutning verða gjørdir eftir evropeiskum reglum og Beredskabsstyrelsen í Danmark góðkennir teir, áðrenn teir koma til Føroya. Tá teir eru komnir til Føroya, góðkennir Arbeiðs og brunaeftirlitið teir eisini. Samanumtikið heldur Arbeiðsgevarafelagið, at uppskotið um kunngerð krevur ov nógva umsiting hjá vinnuni. Tað undrar felagið, at ikki mugu flytast størri nøgdir enn 14.000 litrar hvørja ferð. Í londunum kring okkum kunnu flytast upp í 50.000 litrar. Arbeiðsgevarafelagið mælir frá at hava øðrvísi reglur í Føroyum. Ein orsøk er, at vandamikil evni verða flutt til Føroya í tangum, sum taka næstan tað dupulta av 14.000 litrum. Harafturat hava oljufeløgini bilar, sum eru bygdir og góðkendir at taka 24.000 litrar hvørja ferð, umframt at teir hála ein vogn, sum tekur 20.000 litrar. Tað geva 44.000 litrar hvørja ferð. Arbeiðsgevarafelagið heldur eisini, at markið fyri spreingievni er ov lágt sett. Tað er 250 kilo í uppskotinum. Tað eigur at vera 750 kilo, heldur felagið. Arbeiðsgevarafelagið hevur nógvar aðrar viðmerkingar um uppskotið um kunngerð. Av tí at loftrúmið var so nógv frammi í valstríðnum upp undir fólkatingsvalið, hevur Ruth Vang í Framsókn spurt floksformannin hjá sær, Poul Michelsen, landsstýrismann, hvør veruliga støðan er viðvíkjandi yvirtøkuni. Men ovara loftrúmið, flogfør, sum flúgva yvir Føroyum, skal yvirtakast. Ruth Vang vil nú hava at vita, hvussu gongur við yvirtøkuni. Felagsskapurin hevur eisini ein gráan lista og ein svartan lista. Á hvíta listanum eru 41 lond, ella flaggstatir, 18 eru á gráa listanum og 14 lond eru á svarta listanum. Fyri at avgera plássið á listanum verður hugt eftir, hvussu ofta føroysk skip eru kannað og hildin aftur í havnastatseftirliti í Evropa seinastu trý árini. Skip undir føroyskum flaggi vórðu eina ferð færri hildin eftir frá 2016 til 2018 samanborið við 2015 til 2017, ávikavist átta ferðir og níggju ferðir. Tað hevur stóran týdning fyri marknaðarføringina hjá FAS, føroyska altjóða skipalistanum, at føroyska flaggið er á hvíta listanum, sigur Sjóvinnustýrið. Ákæruvaldið vil hava mannin dømdan fyri at hava dripið ta tá 16 ára gomlu gentuna. Sambært skuldsetingini skal maðurin hava druknað hana, náttina til 21. november í 2012. Nú skal Føroya Rættur gera av, um ella hvussu leingi maðurin skal varðhaldsfongslast, meðan málið verður kannað. Og niðurstøðan úrskurðurin verður kunngjørdur klokkan 20 í kvøld. Í vikuni segði stjórin á Strandferðsluni, Hilmar Eliasen, annars, at Strandfaraskip Landsins mangla 4,7 milliónir krónur fyri at fáa endarnar at røkka, og tí fráboðaði strandferðslustjórin sparitiltøk, ið skuldu koma í gildi í juli. Sambært stutta tíðindaskrivinum verður verandi túratal á Oyggjaleiðum óbroytt, men gjørdar verða smáar tillagingar í prísásetingini. Fyri Bygdaleiðir merkir loysnin, sambært tíðindaskrivinum, at ein ávís tillaging verður í virkseminum. Sambært sama tíðindaskrivi fara fastbúgvandi fólk á útoyggj nú at sleppa undan at gjalda fyri at ferðast. Útoyggjar í hesum sambandi eru Fugloy, Svínoy, Skúvoy, Koltur, Hestur og Mykines. Peningurin verður útvegaður við at hækka ferðaseðlaprísirnar á Nólsoyar og Suðuroyarleiðini, við at leiga strandfaraskipini oftari út, og at finna sparingar í Bygdaleiðum. Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at skal sleppast undan bráðfeingis átøkum sum hesum, verður neyðugt at gera eina langtíðaravtalu við politisku skipanina, um raksturin av stovninum. Trummuleikarin í tungmálmsbólkinum hevur mist tveir fíggjarligar stuðlar, sum hava slakað fyri trýstinum frá fólki, ið eru ímóti grindadrápi. Bill Justinussen í Miðflokkinum hevur spurt Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, um hon hevur góðkent bygnaðarbroytingarnar, og um hon kann livi við tí sáttmálabroti, sum Starvsmannafelagið sigur skal verða framt. Dómarin segði, at illgruni er um, at skuldsetti maðurin er sekur í málinum, men tað ikki beinleiðis vandi fyri, at hann kann ávirka vitni sum eru avhoyrd og vitni, sum ikki eru avhoyrd. Ákæruvaldið vildi hava mannin varðhaldsfongslaðan, so hann hvørki kann ávrika vitni ella kanningararbeiðið í einum møguligum revsirættarmáli. Ákæruvaldið hevur tí kært úrskurðin til Eystara Landsrætt, tí talan er um serligt mál, sum snýr seg um møguligan persónligan kriminalitet, skrivar løgreglan í tíðindaskrivi í kvøld. Annað byggistig á Klingrutjørn á Argjum verður liðugt um fjúrtan dagar, tá 45 nýggj grundøki verða byggiklár. Næsta stig at gera grundøki til sethús á Miðhorni, sum er økið niðanfyri Norðasta Horn. Økið er umleið 30.000 fermetrar og liggur óbygt millum býlingarnar. At byggja á økið verður við til at binda býlingarnar á Norðasta Horni og millum Horna saman, skrivar Tórshavnar kommuna. Kommunan fer nú at gera uppskot um, hvussu nógv grundstykki skulu gerast á økinum, og hvussu atkoma, parkering og fríøki skulu skipast. Neyðugt verður at broyta almennu byggisamtyktina fyri økið, soleiðis at økið verður fevnt av ásetingunum fyri A1 øki. Helst skal serstøk byggisamtykt somuleiðis gerast fyri økið, skrivar kommunan. Luttakarar Súsanna Bertholdsen, Sonni í Horni, Heri Thomsen, Palli Vang, Hans David Joensen, Julian Johansen, Jón Brekku, Jón Brian Hvidtfeldt og Trúgvi Danielsen. Fyri 10 árum síðani var nærum eingin vaksin í viðgerð fyri ADHD, men nú er gongdin vend. Tilvitskan um, at vaksin eisini hava ADHD og at diagnosan krevur viðgerð, hevur elvt til at øll tey, sum krevja viðgerð á Psykiatriska deplinum ikki sleppa framat. Sum nú er standa 109 fólk á bíðilista til nærri greiningar fyri sjúkuna, og meðaltíðin at bíða er umleið tvey ár. Tey, sum hava bíðað longst hava bíðað í 4 ár. Nógvir trupulleikar standast av, at fólk ikki sleppa til viðgerð. Eitt nú kunnu tey fáa aðrar fylgisjúkur. Bára Silvansdóttir er ein teirra, ið stendur á bíðilista á triðja ári. Tórmóður Stórá, yvirlækni á Psykiatriski deplinum, sigur orsøkina til longu bíðitíðina vera, at játtanin til møguliga viðgerð ikki er nóg stór. Umstøðurnar at spæla tennis í Føroyum hava ongantíð verið góðar. Gamla undirlagið á tennisvøllunum var frá 1990, og nú er graslíki lagt á. Tennis er ein lítil ítrottargrein í Føroyum. Jón Brekku, tennisleikari, heldur, at hetta er sera stórt framstig fyri ítrottargreinina, og hann væntar, at fleiri limir leggjast afturat nú. Tennisfelagið ætlar eisini at byggja eitt felagshús, ið skal styrkja um felagsskapin og at seta ljósmastrar upp, so spælast kann um veturin. Á fundinum skuldu forsætisráðharrarnir semjast um, hvør skal hava lyklastørvini eftir valið til ES tingið í mai mánað, men tað eydnaðist ikki, hóast fundarvirksemið helt á til út ímóti morgni. Umframt at velja formann í ES nevndini og onnur týðandi størv skuldu stjórnarleiðararnir eisini semjast um høvuðsmálini fyri virksemið hjá ES næstu fimm árini. Tí verður ES toppfundur longu aftur 30. juni. Mest týðandi starvið at seta er formansstarvið í ES nevndini, sum fyrrverandi forsætisráðharrin í Luxembourg, Jean Claude Juncker, hevur røkt seinastu fimm árini. Ein teirra, sum er í uppskoti at avloysa Juncker, er danska Margrethe Vestager, ið hevur havt um hendur kappingarmál, meðan Jean Claude Juncker hevur verið nevndarformaður. Seinastu dagarnar hevur ein annar dani eisini verið nevndur sum formansevni í ES nevndini. Tað er Lars Løkke Rasmussen, ið varð noyddur at lata møguleikan at skipa stjórn upp í hendurnar á Mette Frederksen, tá sosialdemokratarnir og stuðulsflokkar hansara í Fólkatinginum fingu meiriluta har. ES nevndarformaðurin kann sammetast við forsætisráðharran í eini ríkisstjórn. Haraftrat skulu stjórnarleiðararnir avgera, hvør skal vera forseti í ES, hvør skal umboða ES í uttanríkismálum og hvør stjórin í evropeiska miðbankanum skal vera. Fokus er á J.S. Ondara, sum er 26 ára gamal, og føddur í Kenya. Men hann vann eina kapping um eitt arbeiðloyvi í USA, og tað gav honum møguleikan at flyta til lovaða landið. Landsstýriskvinnan í heilsu og innlendismálum, Sirið Stenberg, hevur gjørt av at seta Steinar Eirikstoft í starv sum forstjóra fyri Sjúkrahúsverkið og sum nýggjan sjúkrahússtjóra á Landssjúkrahúsinum, Alexandru á Dul sum stjóra fyri sjúkrahúsverkið og sjúkrahússtjóra á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Hans Paula Henryson sum stjóra fyri sjúkrahúsverkið og sjúkrahússtjóra á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Tað boðar Landssjúkrahúsið frá á heimasíðu sínari. Steinar Eirikstoft er 37 ára gamal, útbúgvin sivilverkfrøðingur Steinar hevur hollar royndir innan heilivágsídnaðin, harav átta ár innan leiðslu bæði frá Novo Nordisk og frá Xellia Pharmaceuticals. Alexandra á Dul er 38 ára gomul, útbúgvin bachelor í heimspeki og búskapi og cand. merc. í Human resource management og búskapi frá Copenhagen Business School. Alexandra hevur starvast í seks ár hjá heilivágsfyritøkuni Biofac. Seinasta árið hevur Alexandra starvast sum ráðgevi í leiðslu og organisatión í Tórshavnar kommunu. Alexandra á Dul byrjar 1. august 2019. Hans Pauli hevur drúgvar leiðsluroyndir frá privata arbeiðsmarknaðinum. Hann hevur útvið 20 ára royndir hjá A.P. Møller Mærsk, har hann sigldi sum skipari í altjóða sigling í 10 ár. Í kvøld og annaðkvøld fer ein nýggjur bólkur, sum nevnist Resterne af Rigsfællesskabet , at hava konsertir í Perluni í Havn og Tøting í Gøtu. Teir, ið manna bólkin, eru føroyski Heðin Ziska Davidsen, Jesper Pedersen úr Danmark og Mik Thomsen úr Grønlandi. Hetta er improviseraður tónleikur við sonevndum modularsynthum , t.v.s. synthesizarum, har man so at siga byggir sítt egna ljóð. Tað eru Jesper og Heðin, sum taka sær av synth partinum, meðan Mik spælir grønlendska trummu og leggur rødd til. Spurdur um, hvørt bólkurin hevur ein politiskan boðskap, svarar Heðin, at tað hava teir tilvitað ikki. Heldur er tað so, at lurtarin sjálvur skal reflektera yvir ríkisfelagsskapin gjøgnum tónleikin hjá hesum trimum umboðunum fyri ríkisfelagsskapin. Vit eru sum tríggjar oyggjar, sum spæla saman, sigur Heðin. Jesper leggur afturat, at teir taka atlit til hvønn annan, tí ríkisfelagsskapurin er jú, sum orðið sigur, ein felagsskapur, har allir tríggir partar í prinsippinum eru á jøvnum føti. Spurningin, um hann heldur, at Grønland skal verða sjálvstøðugt, svarar Mik heldur ógreitt upp á. Tað skal verða í samstarvi við onnur lond, og vónandi kann Grønland halda fram at samstarva við Danmark, um Grønland skuldi loyst, heldur Mik . Men hann dylir ikki fyri, at í Grønlandi er eitt umfatandi danskarahatur. Fólk siga ofta skide danskere , sigur Mik og leggur afturat, at hann ynskir meiri virðing í Ríkisfelagsskapinum, sum gongur báðar vegir Nólsoyingar undrast á, at ferðaseðlaprísurin til Nólsoyar hækkar lutfalsliga nógv, meðan tað verður ókeypis at sigla til aðrar oyggjar. Teir mæla til, at Strandferðslan og Tórshavnar kommuna finna semju um vørugjaldið, so tað ikki verður fólkið í oynni, sum rindar rokningina. Annika Olsen, borgarstjóri, sum var gestur í sjónvarpsstovuni, sigur, at avtalan um vørugjaldið varð endurnýggjað, meðan Heðin Mortensen var borgarstjóri. Tað verður tvær ferðir so stórt sum Hans á Bakka, sum felagið fekk fyri nøkrum árum síðani. Tað er neyðugt við einum veitingarskipi aftrat, tí felagið hevur ætlanir um at fara at ala á opnum havi í framtíðini, sigur Regin Jakobsen, stjóri. Genturnar eru millum 14 og 22 ára gamlar. Tá tær vórðu komnar norð á Runufjall, sóðu tær niður á Oyggjarvegin, og sóðu nøkur ross ganga har. Uppsøgdu flogternurnar, sum vóru lyklapersónar hjá kabinustarvsfólkunum, eru skelkaðar av framferðarháttinum hjá Atlantic Airways, sum bað tær fara úr starvi beinavegin uttan ávaring. Orsøkin var, at almenna partafelagið ikki dámdi teirra hugburð. Flogternurnar stóðu á odda fyri fakfelagnum hjá kabinustarvsfólkunum hjá Atlantic Airways, og eru forkvinna og næstforkvinna í lokala fakfelagnum fyri kabinu starvsfólk, sum nú liggur undir danska FPU, Flyvebranchens Personale Union. Forkvinnan í FPU, Thilde Waast, vísir á, at Atlantic Airways ikki er komin við ítøkiligum orsøkum fyri, hví tey ikki dámdu hugburðin hjá uppsagdu flogternunum. Sáttmálin millum Starvsmannafelagið og Atlantic Airways fer úr gildi 1. november í ár, men ongar flogternur eru eftir í Starvsmannafelagnum, tær eru farnar í danska felagið, FPU. 1. november hava flogternurnar ongan sáttmála. Stjórin í Atlantic Airways vísir aftur, at talan er um álitisfólk, ið eru søgd úr starvi. Galdandi sáttmáli er gjørdur við Starvsmannafelagið, og har eru fólkini ikki limir meira, sigur Jóhanna á Bergi. Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, sigur í stuttari viðmerking, at her er talan um starvsfólkamál, og hon fær tí ikki sagt meira. Í dag er ein hátíðardagur á Rásini, sum er ein eftirskúli fyri tey, ið hava menningartarn. Teir átta næmingarnir, sum hava gingið har, fáa prógv eftir tvey ára skúlagongd, har tey hava verið í læru til lívið. Men tað er ikki bara gleði, sum fyllir á hátíðardegnum í dag. Í ár er tað bara ein næmingur, ið hevur fingið bústað. Hinir næmingarir hava einki tilboð fingið um nakað heim, og tí fyllir stúran og ørkymlan eisini nógv á hátíðardegnum, sigur Erla Marr Erlandsdóttir, sum er ein av næmingunum. Nummar Bátanavn Tíð Stig Gult kort Reytt kort 1 Blikur 05 16.40 7 0 0 2 Drekin 05 16.44 6 0 0 3 Frúgvin 05 20.44 5 0 0 4 Rókurin 05 21.33 4 0 0 5 Fenja 05 22.41 3 0 0 6 Kollur 05 22.46 2 0 0 7 Firvaldur 05 23.44 1 0 0 8 Sílið 05 29.03 0 0 0 9 Báran 05 32.01 0 0 0 10 Ørnin 05 32.29 0 0 0 Nummar Bátanavn Tíð Stig Gult kort Reytt kort 1 Hvessingur 04 46.09 7 0 0 2 Gongurólvur 04 52.00 6 0 0 3 Kollfirðingur 04 56.01 5 0 0 4 Herningur 04 56.02 4 0 0 5 Strálan 04 58.02 3 0 0 6 Frúgvin 05 02.49 2 0 0 7 Jarnbardur 05 05.38 1 0 0 Nummar Bátanavn Tíð Stig Gult kort Reytt kort 1 Heykur 04 58.20 7 0 0 2 Royndin Fríða 05 01.00 6 0 0 3 Karin 05 01.07 5 0 0 4 Drekin 05 02.01 4 0 0 5 Sílið 05 03.41 3 0 0 6 Tjaldrið 05 05.02 2 0 0 7 Firvaldur 05 07.24 1 0 0 8 Ørnin 05 12.02 0 0 0 9 Jallurin 05 13.23 0 0 0 10 Teistin 05 13.27 0 1 0 Nummar Bátanavn Tíð Stig Gult kort Reytt kort 1 Argjabáturin 04 36.27 7 0 0 2 Nevið Reyða 04 39.38 6 0 0 3 Sjóriddarin 04 57.29 5 0 0 Nummar Bátanavn Tíð Stig Gult kort Reytt kort 1 Erla Kongsdóttir 05 13.42 7 0 0 2 Havfrúgvin 05 19.02 6 0 0 3 Svanur 05 20.03 5 0 0 4 Teistin 05 21.34 4 0 0 Nummar Bátanavn Tíð Stig Gult kort Reytt kort 1 Ormurin Langi 04 24.43 7 0 0 2 Havnarbáturin 04 28.40 6 0 0 3 Suðuroyingur 04 28.44 5 0 0 USA framdi hósdagin telduálop á iranskar vápnaskipanir sama dag, sum Donald Trump, forseti, í evstu løtu broytti meining og kortini ikki gav endalig boð um loftálop á Iran. Washington Post skrivar, at cyberálopini vóru vend móti iranskum telduskipanum, sum stýra rakettútskjótingartólum, og at tær blivu óvirknar av álopunum. The New York times skrivar, at telduálopini vóru mótatgerðir, tí Iran skeyt eina amerikanska dronu niður, umframt at USA gevur Iran skyldina fyri álop á oljutangaskip í økinum. USA, er farið úr avtaluni, og amerikanski forsetin sigur, at hann vil ikki hava kríggj móti Iran, men hevur ávarað um, at Iran verður týnt, um stríð brestur á. Amerikansku telduálopini hava verið í umbúna í fleiri vikur, siga fleiri keldur við amerikanskar miðlar, og vóru ætlað sum aftursvar eftir álopini á oljutangaskipini í Omanflógvanum. Ein oddamaður í etiopiska herinum, Seare Mekonnen generalur, er skotin til deyða í høvuðsstaðnum, Addis Ababa, skrivar BBC, sum endurgevur almennar etiopiskar miðlar. Ófriður er í landinum, og generalurin varð skotin, tá hann var í ferð við at forða eini kvettroynd, sigur landsins forsætisráðharri, Abiy Ahmed. Kvettroyndin hevði til endamáls at koppa myndugleikunum í einum landsparti norðanfyri, sum eitur Amhara, har lokali guvernørurin varð dripin, eins og fleiri onnur embætisfólk. Amerikanska uttanríkisráðið hevur givið sínum starvsfólki í Addis Ababa boð um at halda seg innandura, tí skot vóru at hoyra í høvuðsstaðnum í gjár. Byrjað var við skrúðgongu á vegnum niðan fyri barnaheimið hjá Jens Olivuri Lisberg og heim í kirkjuna, har Jógvan Fríðriksson, bispur, og Jónsvein Bech, sóknarprestur, hava gudstænastu. Vit, sum hava verið við, kunnu ikki annað enn vera stak væl nøgd við hetta tiltakið, sum hevur verið fyrireikað í eini tvey ár, sigur Jens Marius Poulsen. Fyri lítlari løtu síðani skrivaðu partarnir undir søluavtaluna, og Mowi sum fyrr æt Marine Harvest hevur selt virkini bæði í Skopun og á Sandi til eitt nýtt føroyskt felag, sum eitur Sjø hjá Óla og Ann Dorit Nattestad. Tey áttu í danska reiðarínum Ruth saman við Gullak Madsen, men hann keypti Nattestad úr felagnum fyri eini tveimum árum síðani fyri fleiri hundrað milliónir. Tað kom dátt við hjá teimum 60 starvsfólkunum á Sandoy Seafood, tá Mowi herfyri boðaði frá, at rakstur ikki fekst í virksemið, og at tey tí mistu sítt arbeiðspláss, sum skuldi lata aftur. Síðani hava umboð fyri Arbeiðsloysiskipanina verið í Sandoynni og hjálpt fólki at lima seg inn og skriva umsókn um arbeiðsloysisstuðul, men eigaraskiftið í dag fer kanska at hava nýggjar møguleikar við sær fyri arbeiði í oynni. Reglurnar siga, at føroyingar, sum fyribils eru uttanlands í útbúgvingarørindum, hava valrætt til løgtingið, um tey annars lúka treytirnar fyri valrætti, og um tey, áðrenn tey fluttu av landinum, hava verið skrásett í fólkayvirlitinum í Føroyum í minsta lagi fimm ár tilsamans. Men fyri at kunna atkvøða, so skulu lesandi verða skrásett á einum vallista, og fyri at koma á hann, skal ein umsókn sendast til ta kommununa, sum viðkomandi búði í, áðrenn viðkomandi flutti av landinum. Hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at rógvari á danska landsliðnum hevur fingið World Cup heiðursmerki í opnum flokki í singul scullara. Tað tóktiskt tó sum, at eg dugdi betur at rógva í hesum umstøðunum enn hinir. Tað gav mær nógv sjálvsálit, sigur Sverri Sandberg Nielsen. Hoyr samrøðuna við Óla Nattestad, sum saman við konu síni Ann Dorit, hevur stovnað felagið Sjø at reka flakavirkið í Skopun víðari, nú Mowi gavst og segði øll starvsfólkini úr starvi. Hvussu bera vit okkum at, um vit vilja púra hvørt sítt Ber tað til at gera neyðsemju Tyson og Pheniqs vóru bestu vinir og siga frá, hvussu vinalagið gjørdist gott aftur, eftir at teir vóru ósamdir og komnir til ilnar. Vit hoyra eisini Hanus Kamban, Jóhan Hendrik Winther Poulsen, Anfinn Johansen og hugleiðingar eftir Johan Nielsen og Theodor Hansen. Hetta er fyrra sending. Vit hoyra eisini Hanus Kamban, Jóhan Hendrik Winther Poulsen, Anfinn Johansen og hugleiðingar eftir Johan Nielsen og Theodor Hansen. Hetta er onnur sending. Landsrætturin hevur staðfest avgerðina hjá Føroya rætti um ikki at varðhaldsfongsla 24 ára gamla mannin, sum er skuldsettur fyri manndráp ella, í øðrum lagi, fyri grovan harðskap, sum elvdi til deyða. Ákæruvaldið vildi hava mannin varðhaldsfongslaðan, tí annars kann hann, sambært ákæruvaldinum, ávirka kanningararbeiðið hjá politinum. Gunnar Nolsøe og Albert Isfeld vóru úti í Svínoy henda dagin, og í hesari reportaguni fer Albert Isfeld at ummæla nýggja listarverkið. Eisini verður tosað við fólk, ið vit hitta í bygdini, eitt nú Poul Sivar Olsen, ið er formaður i nevndini, ið hevur staðið fyri arbeiðinum. Ábøtur eru neyðugar. Nýggj vindeygu skulu setast í Boðanesheimið. Ikki tí, at vindeyguni, sum vóru sett í, tá heimið varð bygt fyri átta níggju árum síðani, longu eru ov gomul. Men vindeyguni leka. Semja er gjørd millum Tórshavnar kommunu og byggifelagið um vindeyguni. Byggifelagið skal seta nýggj vindeygu í og umvæla skaðarnar, sum lekin hevur gjørt. Bjálvingin á takinum á Boðanesheiminum er vát, hava royndir staðfest. Men ikki er liðugt at kanna enn, hví so er. Boðanesheimið er ikki einasti stóri bygningurin hjá Tórshavnar kommunu, sum ikki er nóg væl gjørdur. Kommunan hevur nú samráðingar við tryggingina um skúlan á Argjahamri, har millum annað partar av klædninginum skulu gerast umaftur. Arbeiði fyri góðar fimm milliónir krónur skulu gerast á Argjahamri. Við Løgmannabreyt er eisini neyðugt at fara afturumaftur. Har er klædningurin eisini trupulleikin. Men hvør eigur trupulleikan eru partarnir ikki samdir um. Fleiri og fleiri ferðafólk koma til Føroyar, og hetta hevur við sær at hotellini eisini økjast í tali. Og komandi fýra mikudagarnar fara vit at viðgera og umrøða hotellbygging úr einum arkitektoniskum sjónarhorni. Og fyrsta hotellið verður Havgrím Seaside Hotel 1948. Vit hitta ein av eigarunum, Jóhan í Niðristovu, meðan Albert Isfeld, arkitektur, ummælur hotellið úr arkitektoniska sjónarhorninum. Leygardagin varð skipað fyri bil og motorsúklufagnaði í Fuglafirði. Byrjað varð á Kambsdali, har farið varð í rekkikoyring til Fuglafjarðar, har parkerað varð til hugna og samveru. Hvussu hildnaðist dagurin Vit hittu Sonna á Horni, borgarstjóra í Fuglafjarðar kommunu, við Mentanarhúsi leygardagin. Tú kanst hoyra samrøðuna her Landingarnar vóru 12 í tali, upplýsir Vørn. Skipini, sum landaðu uttanlands, eru Christian í Grótinum, Fagraberg, Jupiter, Høgaberg, Norðingur, Finnur fríði og Næraberg. Jupiter og Fagraberg vóru fýra ferðir hvør við svartkjafti uttanlands. Londini, sum fingu føroyskanLan svartkjaft í ár, eru Danmark, Ísland, Noreg, Írland og Niðurlond. Fyri at stytta bíðitíðina eftir at sleppa fram at hjá Havsbrún í Fuglafirði, var føroyskum skipum loyvt at landa svartkjaft í øðrum londum frá 17. apríl til 14. juni. Luttakarar Birna Dahl Jacobsen, Bjørg Dam, Bára Silvandsdóttir, Egin Markná, Amber Treis, Veronica Tani, Jannus Wiberg Mortensen og Jens Marni Hansen. Í innslagnum hoyra vit Jónsvein Bech, sóknarprest, og samrøður eru við Mouritz Mohr, flaggbera, Dorius Frederiksberg úr Klaksvík, sum sigldi við Draganum, og Óla Petersen úr Vági, sum var við Jóhonnu á flaggtúrinum. Undir guðstænastuni varð flaggið, sum er brúkt á drúgvu flaggferðini, latið Fámjins kirkju. Sostatt eru 100 ár ímillum bæði merkini, sum kirkjan nú eigur. Luttakarar Jónsvein Bech, Mouritz Mohr, Dorius Frederiksberg, Óla Petesen, Una Nielsdóttir Galan, Hildur Patursson, Solveig Hanusardóttir Olsen, Albert Isfeld, Nils Ohrt og Poul Sivar Olsen. HB meldaði seg av álvara innaftur í stríðið, saman við Víkingi, ið greiddu sínar skyldur. B36 tók ikki av tá NSÍ vitjaði í Gundadali og KÍ stóð fyri mest óvæntaða úrslitinum tá teir taptu móti TB á jóansøku. Dagstovnar eru til fyri at geva børnum nakrar møguleikar, og teir eru ikki bara ansingartilboð, so foreldrini kunnu arbeiða, sigur Hildur Patusson, forkvinna í Dagstovnaráðnum, sum hevur fingist við dagstovnanámsfrøði alt sítt lív. Dagstovnalógin gevur børnum nógvar góðar møguleikar at mennast fjølbroytt, og tá skulu umstøðurnar verða soleiðis, at tað passar til aldurin hjá barninum. Tey hava tørv á at vera saman við øðrum børnum og fáa góðar møguleikar at samskifta við onnur børn, spæla, røra seg og granska heimin, sigur Hildur Patursson. Mann kann eisini hitta børn aðra staðni enn á dagstovni, men í dagsins samfelagi eru tey flestu børnini á stovni, so tað er har sosialiseringin fer fram. Í námsfrøðiliga stevnumiðnum fyri dagstovnar stendur millum annað, at dagstovnar hava til endamáls at bjóða børnum eitt trygt, mennandi, avbjóðandi og læruríkt umhvørvi. Fyri børn er spæl lívsneyðugt, og tey mennast sosialt, kensluliga og rørsluliga, tá tey spæla, og í spæli við øðrum strimbrast teirra samskiftisførleiki og vit og skil verður ment. Eisini stendur, at børn á dagstovnum skulu fáa fjølbroyttar møguleikar til at menna síni evni at virka í bólki, at knýta vinarbond, at klára tvístøður, at skilja rættindi og skyldur og at taka ábyrgd av felags reglum. Una Nielsdóttir Galán bloggar um mammulív á sosialu miðlunum. Hon hevur eina heldur øðrvísi tilgongd til mammulívið enn fólk flest. Eitt nú eta tey bert plantubaseraðan mat, nýta toyblæur til dóttrina, og harafturat hevur hon valt ikki at koyra dóttrina á stovn. Eg meti ikki, at tað er gott at koyra børn á stovn, tá tey eru so lítil, sigur Una Nielsdóttir Galán. Avgerðin hevur eisini við sær, at hon noyðist at venda hvørjum oyra, tí samfelagið er ikki skrúðað saman til, at tað er fíggjarliga best at vera heimagangandi, sigur hon. HB heldur, at av tí at kappingin er skipað í tveir bólkar, so burdu tær sum vinnari av sínum bólki spælt ímóti nummar tvey í hinum bólkinum í hálvfinaluni. Hósdagin verður fyrsta skotið latið av til nýggja Hvalbiartunnilin. Tað verður landsstýrismaðurin í Samferðslumálum, sum letur fyrsta skotið av. Nýggi Hvalbiartunnlin verður 2,5 kilometrar, og fer at kosta 272 milliónir krónir. Gamli Hvalbiartunnilin er frá 1963 og er tann elsti í landinum. Elmar Ósá hevur handað Autismufelagnum ein kekk upp á 546.618, sum hann fekk inn fyri at svimja, súkkla og renna ein tvífaldaðan ironman. Elmar Ósa er sera fegin um stóra stuðulin. Landsverk heldur fast við tilmælið frá 2017, sum er, at ein Suðuroyartunnil skal koma upp í Skúgvi. Tey hava, saman við fíggjarmálaráðnum, skrivað eitt minnilutatilmæli til álitið frá arbeiðsbólkinum um Suðuroyartunnilin, sum varð handað landsstýrismanninum í farnu viku. Nú verður betri at vera lærlingur. Lærningar skulu hava betri útbúgvingarmøgulleikar, umframt at tað almenna fer at tryggja eina støðuga tilgongd av lærlingum í ringum tíðum. Arbeiðsgevarar, fakfeløg og landsstýrið gjørdu nýggja avtalu í dag. Seinastu 11 árini hava tey havt eitt stórt kampus í Nuuk, sum hýsir meginpartin av hægru útbúgvingunum. Og longu nú eru ætlanir um útbygging, sum fer at geva pláss fyri øllum útbúgvingunum á somu adressu í útjaðaranum av býnum. Ætlanirnar, at byggja ein nýggjan stóran bygning afturat Universitetinum í Nuuk, eru komnar væl ávegis. Tað verða í høvuðsheitum læraraútbúgvingarnar, sum fara at húsast undir nýggju lonini. Um ein hyggur eftir stigatalvuni í landskappingini, so eru tað helst favorittarnir, sum møtast í hálvfinaluni í steypakappingini hjá kvinnum. Arbeiðið, at gera rennibreyt í Klaksvík, er tikið uppaftur, nú loysn er funnin á, hvar nakað av eyrinum frá útgrevstrinum kann gagnnýtast Nakað av eyrinum verður koyrdur norð á Grønhøvda, har nýggja endurnýtslan skal halda til. Økið rundan um Grønhøvda verður harumframt hækkað við umleið tveimum metrum og samstundis fríðkað. Verandi endurnýtslupláss á Bumshamri skal tí endurskipast soleiðis, at stóra sárið í fjallinum verður fylt upp, so økið aftur kann gerast vakurt, skrivar Klaksvíkar kommuna. Avgrevsturin hevur verið koyrdur í grótbrotið á Bumshamri, men har varð farið at fyllast. Ruskmóttøkan er eisini í hesum grótbrotinum, og um meira avgrevstur skal fyllast í grótbrotið, er neyðugt at flyta ruskmóttøkuna, og hon verður flutt til Grønhøvda. Spakin varð settur í fyri rennibreytini tíðliga í oktober í fjør, men arbeiðið hevur ligið stilt í átta mánaðir, tí tað slapst ikki av við avgrevsturin. Kostnaðarætlanin fyri at gera nýggju rennibreytina í Klaksvík, er umleið 36 milliónir krónur, sambært kommununi. Nógva virksemið í Føroyum ger, at matstovuvinnan hevur trupult at fáa fólk. Á Hotel Tórshavn leita tey tí í alsamt størri mun uttanlands eftir arbeiðsmegi. Johnny í Grótinum, formaður í fiskivinnubólkinum, greiðir frá álitinum um fiskivinnuskipanin á tíðindafundi, sum varð hildin í Smæruni í Havn. Helge Holm veksur upp í G strikland, og beiggin veksur upp í USA. Brøðurnir hittast ikki eina einastu ferð í lívinum. Kattis Ahlstrøm og Niklas K llner fylgja seinasta ynskinum, sum Helge Holm hevði um at hitta børnini hjá bróðrinum í USA. Munnu tey finna arvingarnar og fáa Holm ættina at sameinast aftur Kattis Ahlstrøm og Niklas K llner leita fólk upp, sum hava rætt til arv og ókenda familjusøgu. Fert tú at ferðast í summar, og ætlar tú tær at leiga bil, skalt tú vera varug ur við, at í summum londum krevja mynduleikarnir, at tú bæði hevur føroyska koyrikortið og eitt altjóða koyrikort uppi á tær. Hetta er serliga eitt krav í londum uttanfyri Evropa , sigur Tórunn Miðberg, sum millum annað arbeiðir við at útflýggja føroysk koyrikort á Akstovuni. Vanliga er sostatt ikki neyðugt við altjóða koyrikorti í ES londum , leggur hon aftrat. Altjóða koyritkortið er ein umseting av føroyska koyrikortinum til ymisk mál, og Tórunn Miðberg mælir fólki til at kanna, hvørji krøv mynduleikarnir seta til koyrikort, í landinum, sum tú ætlar tær at koyra í. Hagtøl um altjóða koyrikort Tøl frá løgregluni vísa hvussu nógv hava fingið sær altjóða koyrikort síðani 2002 Árstal fólk tls. 2002 59 2003 80 2004 69 2005 95 2006 81 2007 113 2008 103 2009 42 2010 122 2011 147 2012 168 2013 338 2014 162 2015 159 2016 157 2017 211 2018 188 Higartil í ár 120 Í september í ár gevur Heini í Skorini út altjóða bók um spenningarnar ímillum talufrælsið og religión. Bókin eitur Free speech, religion og the united nation . Bókin fer afturum tann politiska dystin í ST, og viðger tað diplomatiska stríðið um at definera innihaldið í altjóða lóg hesum viðvíkjandi. Bókin vísir, hvussu klassisk mannarættinda hugtøk verða brúkt og misbrúkt av politiskum aktørum, og hvussu tað politiska stríðið um at orða og tulka altjóða lóg fer fram í praksis. Bókin er ein dagførd útgáva av Ph.D. ritgerð frá 2011, og hon verður givin út av enska forlagnum Routledge University Press. Tí síðani 1. januar í fjør hevur borgarstjórastarvið í Hvannasundi verið eitt starv burturav. Nú hevur Irdi Jacobsen fingið annað starv, sum hon tekur fram um borgarstjórastarvið. Irdi Jacobsen verður fíggjarleiðari hjá Faroe Origin. Hon hevur eisini boðað Miðflokkinum frá, at hon ikki stillar upp til løgtingsvalið kortini. Ingrid Petersen er 46 ára gomul, og hon býr í Norðdepli. Hon er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og hevur master í útbúgving og læring. Irdi Jacobsen var eisini á lista B. Hon fekk nógv flestar atkvøður á kommunuvalinum í 2016, 67 atkvøður. Ingrid Petersen verður borgarstjóri tað, sum eftir er av valskeiðinum. Tað endar á nýggjárinum næsta ár. Eyðfinnur Jacobsen er farin úr báðum nevndum. Hann var formaður í nevndini í Sosialinum. Fyri hann í báðar nevndirnar er komin Jóhanna Vang, sum arbeiðir á Sosialinum. Ole Sloth Rasmussen á Frederiksberg er eisini farin úr nevndini hjá Sosialinum. Samstundis er Jonhard Hammer farin frá sum stjóri í smápartafelagnum Sosialinum. Og tá eingi ítøkilig stig eru tikin til at styrkja brúkaraverndina á teimum økjum, sum Brúkaraumboðið mælti til bæði í 2015 og 2016, verða tilmælini endurtikin í ársfrágreiðingini fyri 2017 2018, sigur Brúkaraumboðið. Brúkaraumboðið mælir framvegis til at seta eina brúkarakærunevnd, sum skal viðgera kærur frá brúkarum, sum hava keypt eina vøru ella tænastu. Brúkaraumboðið mælir eisini til, at reglur um nethandil verða settar í verk í Føroyum. Í hinum Norðurlondum kann brúkarin iðra sítt netkeyp. Brúkaraumboðið mælir tí til, at reglur um iðranarrætt verða settar í gildi í Føroyum. Brúkaraumboðið vil eisini, at krøv eiga at verða sett seljarum á netinum um at upplýsa fullfíggjaðan prís umframt keypstreytir og garantitreytir. Brúkaraumboðið hevur sum fremstu uppgávu at hava eftirlit við, at lóg um marknaðarføring verður hildin. Brúkaraumboðið skal hava trý fólk til tess, men hevur bara fígging til eitt. Málini, sum Brúkaraumboðið skrásetir, eru nógv færri nú enn tey vóru. Sambært ársfrágreiðingini fyri 2017 2018 vórðu 61 mál skrásett í fjør. Tey vóru 78 í 2017 og 95 í 2016. Men kærurnar vóru á leið tær somu, ávikavist 22, 21 og 29. Í 2017 vóru fleiri vinnurekandi, sum brúktu Brúkaraumboðið, men annars eru brúkararnir, tað eru tey, sum keypa, fleiri enn tey vinnurekandi, tey, sum selja. Útvarpið bað um innlit í málið. Heilsufrøðiliga starvsstovan svarar, at eingin alifyritøka gevur henni upplýsingar um fiskaaling á smoltstøðum. Tað vil siga, at upplýsir Heilsufrøðiliga starvsstovan, hvussu nógv smolt, Bakkafrost misti í Glyvradali, viðger hon ikki alifyritøkurnar eins, sigur hon. Bakkafrost hevur havt umbønina um innlit til hoyringar. Heilsufrøðiliga starvsstovan vil ikki geva innlit, tí talan er um rakstrarviðurskifti og vinnuviðurskifti. Aðrar alifyritøkur kunnu gera sær dælt av hesum. Ólag í streymveitingin gjørdi, at smolt í Glyvradali doyði um náttina 6. juni. Sambært stjóranum í Bakkafrosti, Regini Jacobsen, doyðu nøkur 100.000 smolt. Hedvig Westerlund Kapnas verður stjóri næstu fimm árini. Hon er ættað úr Finnlandi, og hevur búð í Føroyum frá 1998 til 2016, og hevur drúgvar og hollar royndir í at skipa og standa fyri mentanarligum verkætlanum, serliga fyri ungdóm, skrivar stýrið fyri Háskúlan. Hedvig var millum annað leiðari fyri Listaleypin, har fólkaskúlanæmingar uppliva yrkislist. Hon hevur eisini verið verkætlanarleiðari í Norðurlandahúsinum, og stovnaði í hesum starvi Barnafestivalin, Ungdómslistastevnuna og altjóða frásøgudag í Norðurlandahúsinum. Hon hevur eisini verið senior ráðgevi fyri Nordisk Kulturkontakt, sum er stovnur undir Norðurlendska Ráðharraráðnum. Hedvig er útbúgvin teaturpedagogur í Belgia. Hon byrjar sum stjóri á Háskúlanum 1. oktober, skrivar stýrið fyri Føroya Fólkaháskúla. Vinnan fyrireikar seg til, at meira enn 300 hotellkømur verða afturat, og nú trot er á arbeiðsmegi, verður dúgliga søkt eftir fólki uttanlands. Nú fara tey at meta um innkomnu boðini fyri at tryggja sær, at boðini lúka treytirnar. Í morgin verður so kunngjørt, hvussu nógv vilja keypa Posta, sigur Vinnumálaráðið. Ferðavinnan í Íslandi hevur skapt fýra av hvørjum 10 nýggjum størvum, sum komu í árunum 2010 til 2018, skrivar íslendska Ríkisútvarpið. Men talið av starvsfólkum á arbeiðsmarknaðinum vaks við meira enn 40.000 hetta tíðarskeiðið. Tað sæst í frágreiðing frá Landsbanka Íslands. Sambært tølum frá Hagstovu Íslands eru 16.000 størv komin aftrat innan ferðavinnuna frá 2010 til 2018. Flestu størvini eru innan gisting og veitingarstøð og tænastu, góð 8.000. Hvørki aðalstjórin í Samferðslumálaráðnum ella Mentamálaráðnum halda, at tey hava ábyrgdina av meirkostnaðinum av Marknagilsdeplinum. Tað sæst í frágreiðingum, sum Rúni Joensen, aðlstjóri í Samferðslumálaráðnum, og Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum, hava latið Løgmansskrivstovuni. Fólkatalið er nakað tað sama, og høvuðsinntøkan stavar frá øllum tí, sum kemur úr sjónum. Á tann hátt líkjast Føroyar og Grønland, men so heldur samanberingin ikki nógv longur, heldur Meinhard Jacobsen, ið hevur starvast í Grønlandi í fleiri ár. Men tá Tróndur í Gøtu varð staddur út fyri Velbastað, fekk skipið motorbrek, og neyðugt var at senda boð eftir hjálp, sigur vaktleiðarin á MRCC. Samráðingar hava verið í 20 dagar, og í gjárkvøldið bar á mál. Veðurlagslóg, plastikdálking og vælferðarsamfelagið eru nøkur av aðalmálunum hjá nýggju stjórnini. Føroyingar kappast í 10 ítróttargreinum, og tær eru Badminton Borðtennis Frælsur ítróttur Skjóting Judo Tennis Kurvabóltur Svimjing Súkkling og triatlon Ítróttargreinir sum fimleikur, bogaskjóting og flogbóltur eru ikki við á leikunum hesaferð, og tað kann fara at merkjast í samlaðu heiðursmerkjaúrtøkuni, tí Føroyar klára seg vanliga væl í hesum trimum greinunum. Í Gotlandi fyri tveimum árum síðani vunnu Føroyar tilsamans 34 heiðursmerki í flogbólti, bogaskjóting og fimleiki. Harav vóru 11 gullmerki. Á leikunum í 2017 endaðu Føroyar á øðrum plássi í samlaðu støðuni. Isle of Man vann leikirnar í Gotlandi, men Føroyar vunnu tilsamans 87 heiðursmerki, sum er tað mesta nakrantíð. Av teimum 87 vóru 30 úr gulli. Judo er við aftur fyri fyrstu ferð í 10 ár, og tað verður spennandi at síggja, hvussu ítróttarliga stigið og avrikið hjá føroysku íðkarunum er samanborið við hinar oyggjarnar. Innan jazztónleik hevur árið 1959 serstøðu sum the greatest year in jazz. Eitt myndandi ár innan jazz, og fyri summi enntá hitt besta jazzárið yvirhøvur. Av týdningarmiklum jazzplátum frá 1959 kunnu nevnast Kind of Blue hjá Miles Davis, The Shape of Jazz to Come hjá Ornette Coleman, Time Out hjá The Dave Brubeck Quartet og Mingus Ah Um hjá Charles Mingus. Kann kropsmálið hjálpa tær at gerast betri lygnari. Sebastian er við í eini roynd. Verður hann avdúkaður, tá hann ger nakað, sum hann í roynd og veru ikki torir Herbergið hýsur í løtuni 18 fastbúgvandi, sum einki netverk hava. Herbergið hevur eisini tikið aðrar uppgávur á seg, sum liggja uttanfyri tilboðið, eitt nú at taka sær av alkoholdementum. Í fleiri ár er rúsdrekkanýtslan hjá donskum ungdómi minkað, men nú er lítil vøkstur aftur at hóma. Í frágreiðing frá Vitanaráðnum fyri fyribyrging er niðurstøðan, at okkurt má gerast við drykkjuvanar hjá børnum og ungum, skrivar Politiken. Meira enn 8 av 10 dreingjum og gentum hava drukkið rúsdrekka sum 15 ára gomul, og tað er munandi vøkstur síðani 2014, stendur í frágreiðing um rúsdrekkamentan hjá ungum, sum verður almannakunngjørd í dag. Í frágreiðingini hevur ein bólkur av granskarum og professarum savnað danskar og altjóða kanningar og mátingar í sambandi við sunnari rúsdrekkamentan. Fokusøkið í frágreiðingini er drykkjuvanin, har nógv rúsdrekka verður drukkið í einum. Danski ungdómurin er evropameistari í at drekka seg frá viti og skili, men hetta skal nú broytast. Eitt av týdningarmiklu tilmælunum hjá Vitanarráðnum er at hækka aldursmarkið í Danmark at keypa rúsdrekka upp í 18 ár. Sum er, kunnu 16 ára gomul keypa rúsdrekka, ið er veikari enn 16,5 alkoholprosent. Kanning frá 2017, sum danska Krabbameinsfelagið hevur almannakunngjørt, vísir, at 39 prosent av teimum 15 18 ára gomlu seinasta árið hava keypt rúsdrekka, sum tey ikki vóru nóg gomul til at keypa. Aldursmarkið verður als ikki hildið, men hetta mugu vit kanna, um vit skulu fyribyrgja trupulleikan, sigur Janne Tolstrup í Vitanarráðnum fyri Fyribyrging, við Politiken. Bæði ETF, sum er felagið fyri flutningsstarvsfólk í Evropa, og ITF, sum er altjóða felagið fyri flutningsstarvsfólk, hava sent út stuðlsfráboðan til uppsøgdu flogternurnar og starvsfelagar teirra. Samstundis fær arbeiðsgevarin ein moralskan uppsang frá feløgunum. ETF og ITF fordøma ódemokratiska og primitiva framferðarháttin hjá Atlantic Airways fyri at sleppa undan samráðingum um sáttmálar fyri flogternur, Uppsagnirnar koma eftir at starvsfólkini í fjør heyst samtyktu at fara uppí felagið, FPU, sum er danska felagið fyri flogternur. FPU hevur síðani tá roynt at fáa samráðingar um nýggjan sáttmála við Atlantic Airways. Í tíðindaskrivi mánadagin vísti Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic, staðiliga aftur, at uppsagnirnar hava nakað sum helst við fakfelagsleiklutin hjá uppsøgdu flogternunum at gera. Hon skrivar, at tungtvigandi grundir eru til uppsagnirnar, men útgreinar ikki, hvørjar tær eru. Heimasíðan Luftfart.nu skrivar, at Atlantic Airways og føroyska Arbeiðsgevarafelagið vilja ikki til samráðingarborðið, og vilja ikki samráðast við FPU. Formaðurin í FPU, Frank Moreels, sigur við heimasíðuna, at um almenna felagið, Atlantic Airways, vil verða tikið í álvara og vinna sær virðing í Evropa og restini av heiminum, eigur tað at virða mannarættindini. FPU vísur á, at tað stendur einum og hvørjum starvsfólki frítt at organisera seg. Í tíðindaskrivinum mánadagin sigur Jóhanna á Bergi, at flogternurnar hjá Atlantic Airways eru settar eftir sáttmála millum Starvsmannafelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum er galdandi til 1. november í ár. Flogskipararnir hjá Atlantic Airways hava verið í júst somu støðu, og 1. apríl í ár var fýra ára sáttmáli gjørdur millum Flogskiparafelag Føroya og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Vit hava fingið upplýst, at semja er um at nýta sama leist til samráðingarnar millum Súluna og Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum verða í heyst, skrivar Jóhanna á Bergi í tíðindaskrivinum. Ferðafólkini eru 3.030, og í manningini eru 1.167 fólk. Nevnivert er, at 100 ferðafólk eru í koyristólum. Skipið, sum kom á Havnina í morgun, er millum størstu skip, sum hava verið her. Skipið, sum er enskt, er 290 metrar langt og 116.000 bruttotons. Ventura er tó ikki longsta skip, sum hevur verið á Havnini. Tað longsta er 294 metrar langt. Til samanberingar kann nevnast, at Norrøna er 168 metrar long og Smyril er 138 metrar langur. Ventura kemur úr Southampton og fer til Akureyrar klokkan fimm seinnapartin. Fyri hálvum øðrum ári síðan orkaði Rúni Thomsen nóg illa at ganga 100 metrar. Tann 5. juni í ár gekk hann allan vegin úr Akrabergi til Sandvíkar umleið 40 kilometrar gjøgnum dalar og fjøll. Tá Rúni stóð á vektini í februar í fjør, vísti hon 167 kilo. Hann var uppskrivaður til eina skurðviðgerð fyri fiti, men avgjørdi so at taka málið í egnar hendur. Eftir bara 10 mánaðum eydnaðist tað honum at missa 60 kilo. Á gonguferðini úr Akrabergi til Sandvíkar hoyra vit Rúna greiða frá, hvussu tað hevur eydnast honum at tapa seg, um vandan fyri at detta útí aftur, og hvussu brekkurnar kennast aftaná 30 kilometrar. Men hvussu nógv tilboð eru komin, ella, um nakað tilboð yvirhøvur er komið, fæst ikki at vita enn. Birita S. Samuelsen, advokatur, sum stendur fyri søluni, sigur, at seljarin skal fyrst hava boðini, og hann hevur ikki fingið tey enn. Seljarin er Uttanríkis og Vinnumálaráðið. SÓKN advokatar, har Birita S. Samuelsen arbeiðir, stendur saman við Hammer Consulting fyri søluni. Partapeningurin, sum er til sølu, er 43 milliónir krónur. Partabrøvini vórðu lýst til sølu undir einum. Tað bar tí bara til at bjóða upp á partabrøvini samlað. Men Óðinshædd 2 í Havn, sum er høvuðssætið hjá Posta, kann seljast fyri seg. Landið hevur eina einskiljingarnevnd. Í henni eru løgmaður og landsstýrisfólkini í vinnumálum og fíggjarmálum. Í sambandi við Posta er eisini ein arbeiðsbólkur við embætisfólkum. Tey umboða nevndina í Posta, Posteftirlitið, Løgmansskrivstovuna og Uttanríkis og Vinnumálaráðið. Í Danmark er lógarásetta skipanininm at í mesta lagi 30 dagar skulu ganga frá tí, at sjúkan er staðfest til viðgerðin byrjar. Er talan um krabbamein ella ávísar hjartasjúkur, er bíðitíðin í mesta lagi 14 dagar. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur svarað Jenisi av Rana, løgtingsmanni, ið spurdi um bíðitíðirnar í Sjúkrahúsverkinum í Føroyum. Rættiliga fá sleppa framat, áðrenn 30 dagar eru farnir. Ikki er óvanligt, at fólk bíða í hálvt ár eftir tíð hjá serlækna. Helvtin bíðaði til dømis longri enn hálvt ár eftir giktalækna í fjør. Tað segði aðalskrivarin í Europaráðnum, Thorbjørn Jagland, í síni seinastu røðu fyri umboðum frá teimum 47 limalondunum í ráðnum. Hann fer frá í dag, eftir at hava verið aðalskrivari síðani í 2009. 10 europeisk lond stovnaðu Europaráðið í 1949, teirra millum Danmark og endamálið var at styrkja altjóða samstarv og frið eftir seinna heimsbardaga. Síðani hevur stovnurin arbeitt fyri mannarættindum, og tók stig til mannarættindakonventónina sum varð samtykt í 1950. Hon er grundarlag fyri europeiska mannarættindadómstólinum. Í røðuni segði Thorbjørn Jagland, at stovnurin hevur virkað fyri friði og støðugari menning í Europa. Men hann kom samstundis við ávaringum. Millum annað ávaraði hann um at dómstólar verða lagdir undir politisku skipanina, økt trýst á tíðindafólk og onnur sum gera vart við seg, og øktu atfinningarnar frá teimum víðgongdu ímóti mannarættindadómstólinum. Nýggjur aðalskrivari skal veljast í dag, og í uppskoti eru Marija Pejcinovic Buric úr Kroatia og Didier Reynders úr Belgia. Nýggi aðalskrivari í Europaráðnum tekur við 1. oktober, skrivar Ritzau. Skuldi føroyska útlátið staðið í stað, meðan Ventura lá á Havnini, so skuldu 8 av 10 bilum sløkt motorin og staðið stillir, til hon var farin aftur. Í hesum innslagnum er mest fokus á CO2 útlátið. Men úr Venturu, eins og øðrum ferðafólkaskipum, koma eisini onnur skaðilig evni, tildømis nitrogensúrevni, ella NOx. Hvønn tíma, sum Ventura lá á Havnini, útleiddi hon næstan 133 kilo av NOx. Tá NOx gass kemur í samband við vætu í luftini, verður tað til saltpetersýru, sum súrgar alt umhvørvið og er sera heilsuskaðiligt. Hvussu gera vit, um vit skeldast og siga ljót orð, men angra aftaná Fabian og Malin vóru bestu vinir, men gjørdust óvinir, angraðu og bóðu orsaka. Ein ugla liggur lívleys, eftir at hon rendi í ein rút, og ein revur hongur eftir halanum undir eini brúgv.Hyggjaravideo vísa, hvat hendi, og hvussu dýrini fingu hjálp. Men ofta sleppa villdjór og fuglar burtur úr tí sjálvi. BBC skrivar, at seinastu dagarnar er tað vorðið alsamt heitari, og í gjár var hitin 38.6 í Coschen í Brandenburg, og tað er nýtt met í Týsklandi. Franskir myndugleikar hava ávarað um, at nógvi hitin kann vera lívshættisligur. Í 2003 varð Frakland rakt av hitabylgju, og tá vaks deyðstalið við 15 túsund, skrivar BBC. Nærum alt Frakland er nú í næst hægstu tilbúgvingarstøðu, og lokalir myndugleikar geva ráð um, hvussu fólk skulu køla seg niður. Spanskir myndugleikar hava eisini ávarað um stóran vand fyri skógareldum í nøkrum økjum. Veðurfrøðingar ávara um, at tað verður uppaftur heitari næstu dagarnar. Í útnyrðingspartinum av Spania kann hitin koma upp í 45 stig í morgin. Orsakað av nógva hitanum hava fleiri franskir skúlar útsett týdningarmiklar próvtøkur, og í ávísum førum eru skúlar stongdir, skrivar BBC. Teir 20 ráðharrarnir hitta Margrethu drotning í morgun klokkan 10 føroyska tíð, og eftir tað klokkan 11 hittir drotningin ráðharrarnir, sum nú fara frá. NSÍ skal royna seg í Norðurírlandi, har Ballymena United tekur ímóti teimum. Í hesum dystinum verður norðurírska liðið mett at vera favorittur av vinna. B36 er triðja felagið í kappingini, teir eru styrkismettir til næsta umfar, har teir møta Crusaders FC úr Norðurírlandi. Fyrri dysturin teirra millum verður spældur í Belfast 11.juli. Nýggja kaféin Fiskastykkið, ið lat upp hósdagin í síðstu viku, er einasta kaffistovan í Sandavági, og tað eru fleiri ár síðani at ein kaffistova seinast var í bygdini. Kaf in er staðsett vakurt í gamla pakkhúsinum, Úti á Gjógv í Sandavági, sum liggur beint við síðina av einum søguligum fiskastykki, sum í árunum frá 1912 til 1972 brúkt til at turka og pakka klippfisk. Atli og Eydna Gregersen keyptu gamla pakhúsið fyri nøkrum árum síðani, og hava umvælt fiskastykkið uttanfyri, og sonur Atla og Eydnu Jón Gregersen og unnustan Anne Havbo hava verið við til at umvæla kaf ina. Tað er Anne Havbo, sum fer at reka hana. Vit hava lagt dent á at varðveita tað gamla og ráa útrykkið í pakhúsinum, men samstundis hava vit funnið nýtt innbúgv, sum hóskar seg til gamla pakhúsið og søguna hjá bygninginum og fiskastykkinum uttanfyri , siga Jón og Anne. Í kaffistovuni prýða gamlir lutir, sum parið hevur funnið í pakhúsinum, og eisini hanga gamlar myndir av virkseminum í pakhúsinum, fiskastykkinum og frá saltfiskaarbeiði sum heild í kaffistovuni. Fiskur er eisini eitt høvuðstema á matarskránni hjá kaffistovuni, sum leggur seg eftir at borðreiða við løttum og leskiligum rættum úr lokalum rávørum serliga fiski. Eisini ber til at keypa sær ein kaffimunn við onkrum søtum afturvið. Krígssavnið hevur í fleiri ár arbeitt við at umvæla SOR bygningin á Hálsi tætt við flogvøllin í Vágum, við tí fyri eyga at gera bygningin til krígssavn. Ætlanin er eisini at Visit Vágar skal halda til í SOR bygninginum. Nú eru umvælingarnar komnar so mikið langt, at Visit Vágar og Krígssavnið eru farin at leggja til rættis innflytingina. Krígssavnið hevur longu flutt fleiri lutir, úr hølunum í Miðvági, har savnið higartil hevur hildið til, og í SOR bygningin. Tað var bretska hervaldið sum bygdi SOR bygningin, tá flogvøllurinn varð gjørdur undir krígnum. Landsverk hevur síðani brúkt bygningin, men í 2011 keypti Krígssavnið bygningin frá Sørvágs kommunu, sum hevði keypt hann frá landinum, og tá løgdu Landsverk, Sørvágs Kommuna og Krígssavnið ein felags leist fyri, hvussu SOR bygningurin kann gerast eitt krígssavn. Ætlanin var at byggja eina høll rundan um SOR bygningin, tí mett var, at bygningurin var í sera ringum standi. Men hendan ætlanin varð slept, tí kanningar vístu, at bygningurin var í betri standi enn hildið. Ein nýggja ætlan varð síðani gjørd og fyri einum góðum árið síðani varð fyrsta byggistigið í arbeiðnum liðugt. Tað fevndi um nýggj takskegg og at bjálva og klæða tøkini, og síðani hevur verið arbeitt við at bjálda bygningin uttan. Nú verður farið undir at bjálva bygningin uttan, sigur Karl Jóhan Nielsen, og við tíðini er ætlanin at byggja tvær barakkir uttanfyri bygningin, sum hava vindeygu. Har skal Visit Vágar halda til, og eisini kann Krígssavnið hava skrivstova og annað. sigur Karl Jóhan Nielsen. Talan er um eitt upplivingarrúm við nógvum møguleikum. Við tíðini ber til at brúka hann, sum eitt slag av visitorsentri, har til ber at hava nógv ymisk tiltøk, vísir Sølvi Símunarson, stjóri hjá Visit Vágar, á. Samstarvið millum Krígssavnið og Visit Vágar hevur við sær, at Visit Vágar hevur savnið opið samstundis sum, at Visit Vágar hevur opið, og tað er ein stórur fyrimunir fyri savnið, vísir formaðurin á, men eisini ein fyrimunur fyri Visit Vágar, heldur Sølvi Símunarson. Við tað, at Visit Vágar flytir av flogvøllinum, fær kunningarstovan møguleikar fyri, at leggja enn størri dent á menning, og í samstarv við kommunurnar í Vágoynni fer hon undir at orða ein ferðavinnupolitikk. Tað eru 50 ár síðani at fyrsta málningaframsýningin lat upp á Varmakeldu, og hendan málningaframsýningin hevur havt stóran týdning fyri stevnuna. Tí hevur ein arbeiðsbólkur í longri tíð saman við Frits Johannesen arbeitt við at skipa fyri einari stórfingnari listaframsýning. Arbeiðssetningurin hjá arbeiðsbólkinum var 50 ár, 50 listafólk og meir enn 5 støð. Hetta hevur við sær, at heili 50 listafólk við tilknýti til Fuglafjørð sýna fram, og sýnt verður fram seks støð runt um í Fuglafirði. 50 listafólk ljóðar av nógvum, men tað ikki verið torført at funnið 50 listafólk við tilknýti til Fugjafjørð, tí vit hava so nógv listarlig fólk her siga tvær av teimum sum hava skipað fyri framsýningini Jastrid á Dalbø og Oddvør á Lakjuni. Til ber at lesa meira um framsýningina og hvar framsýningar eru í býnum á heimasíðuni hjá Fuglafjarðar kommunu. Eisini tosa vit við ein av fyriskiparunum av Varmakeldu, Eyðfríð Vík. Hon vísur á, at tey í ár skipa stevnuna ørðvísi. Tað er ein avbjóðing av fáa fólk at koma til stevnurnar kring landið, tí so nógv onnur tiltøk eru á skránni um summarið. Fyrr hevur eitt privat felag skipað fyri eitt nú barnaøkinum, men í ár hava vit sjálvi staðið fyri hesum, millum annað fyri at gera tiltøkini bíligari og atgongdina meira einfalda , sigur Eyðfríð Vík. Hon vísur eisini á, at um veðrið ikki er til vildar, verður barnaøkið flutt inn í Mentanarhúsið. Umhvørvisstovan hevur givið Hvalbiar kommunu umhvørvisgóðkenning til at gera útfylling út á sjógv til bátahyl millum kaiina á Hamranesi og verandi bátahyl. Ætlanin var upprunaliga bara at brúka grót úr nýggja hvalbiartunlinum, men Umhvørvisstovan sigur, at við tí høvdu 12 til 24 kilometrar av spreingileidningi úr plasti farið á sjógv. Umhvørvisstovan hevur givið Hvalbiar kommunu umhvørvisgóðkenning til at gera útfylling út á sjógv til bátahyl millum kaiina á Hamranesi og verandi bátahyl. Ætlanin var upprunaliga bara at brúka grót úr nýggja hvalbiartunlinum, men Umhvørvisstovan sigur, at við tí høvdu 12 til 24 kilometrar av spreingileidningi úr plasti farið á sjógv. Samskiparin hjá Almannamálaráðnum fer at fremja átøkini í virkisætlanini fyri javnstøðupolitikkin, sum Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna lat úr hondum í fjør. Samskiparin fer eisini at varpa ljós á og gera kunnandi tilfar um javnstøðu, skipa fyri tiltøkum, og sum heild skipa økið og vera andlitið úteftir. Løgtingsvalið verður raðfest Lív Patursson heldur, at øll javnstøðumálini eru átrokandi og viðkomandi, men Løgtingsval verður í august mánaði, so tað verður fyrsta økið, sum hon væntar at raðfesta. Lív Patursson heldur, at tað er gott og natúrligt at seta ein persón at umsita alt javnstøðuarbeiðið, og hon heldur ikki, at hetta merkir, at Javnstøðunevndin og Demokratia ikki fáa málini hjá sær framd í verki. Hetta starvið er eitt gott stig á javnstøðuleiðini Endamálið við javnstøðulógini er at beina burtur allan mismun vegna kyn. Javnstøðunevndin hevur til endamáls at hava eftirlit við, at lógin verður hildin og at ráðgeva myndugleikum, stovnum, feløgum og einstaklinum í javnstøðuspurningum og gera tilmæli í javnstøðumálum. Demokratia hevur til endamáls at virka fyri kvinnuligari luttøku og umboðan í politikki. Lív Patursson heldur, at tað er eitt gott stig á leiðini at beina burtur mismum vegna kyn, at seta ein samskipara í javnstøðumálum. Bakkafrost hevur framíhjárætt til aliøkið í Harlandssundi, men hinvegin er ikki nóg greitt, um Bakkafrost kann krevja, at hummarafiskarnir skulu av økinum. Úrskurður var gjørdur í Fútarættinum í dag, í trætuni millum hummaramennirnar og Bakkafrost. Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur eftirlit við kunngerðini um rakstur av alibrúkum og at hon verður fylgd. Tey hava millum annað heimild at krevja, at ásetingarnar um fiskarí og veiðu á aliøkinum verða hildnar. Christian Andreasen, advokatur hjá Bakkafrosti, sigur við Kringvarpið í dag, at hann hevur heitt á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni at taka málið til viðgerðar. Eitt ungt par fekk stóran skelk, tá ferðafólkaskipið Ternan sigldi á bátin, sum tey vóru umborð á, við bryggjuna í Nólsoy sunnukvøldið. Manningin á Ternuni lat ikki við seg koma og sigldi aftur til Havnar uttan at vita, hvussu stóð til hjá unga parinum. Hendingin varð melda til løgregluna, sum tók ímóti Ternuni, tá hon kom aftur til Havnar sunnukvøldið. Skiparin varð biðin um at blása í eitt alkometur, men royndin var negativ, og løgreglan ger ikki meir við málið. Sjóvinnustýrið hevur biðið um eina frágreiðing frá Ternuni. Stjórin á Strandfaraskipum Landsins, Hilmar Eliasen, vil ikki gera viðmerkingar til hendingina, fyrr enn frágreiðingin er klár. Tað hevur alstóran týdning at fleirimælt børn fáa eitt móðurmál. Útlendingastovan og sjey kommunur hava givið út ein bókling við leiðbeiningum til pedagogar og onnur. Tað hevur drigið út við at útskriva menningarkvoturnar. Freistin at søkja fór 28. februar og tilmælið frá metingarnevndini var handað fyri tveimum mánaðum síðani. Høgni Hoydal vil ikki siga annað í dag, enn at hann harmast um at málið hevur tikið so langa tíð at avgreiða, men hann vil ikki komað nærri inn á orsøkirnar. Heldur ikki vil hann siga hvørt umsøkjarar fáa svar í morgin. Vatnorkuverkið við Buksufjørðin sunnanfyri Nuuk er so stórt, at tað veitir meginpartin av bæði tí streymi og hita, sum verða nýtt í grønlendska høvuðsstaðnum. Undir Grønlandsferðini seinnapartin í mai, vitjaði sjónvarpið á vatnorkuverkinum, har havnarmaðurin, Kristin Isholm, er leiðari. Vatnorkuverkið í Buksufjørðinum framleiðir 45 megawatt, og møguleiki er at útbyggja verkið til 100 megawatt ella meira enn tað tvífalda. Havandi í huga, at orkutørvurin í Nuuk veksur skjótt í hesum árum, og at talan er um umhvørvisrætta orku, er ikki óhugsandi, at farið verður undir at útbyggja vatnorkuverkið um ikki so nógv ár. Ein slík útbygging verður mett at kosta umleið hálvaaðru milliard krónur. Hóast bara fyrri dysturin hjá KÍ er avgreiddur í innleiðandi umfarinum í Evropa League, so kann man næstan við vissu siga, at KÍ hevur spælt seg víðari. KÍ helt á at stýra dystinum, og í seinna hálvleiki økti fyrst Jonn Johannesen til 3 0 og síðani Jóannes Bjartalíð til bæði 4 0 og 5 0. Tá 49. minuttir vóru farnir legði Leroy Millar Ballymena United á odda 1 0, og tá 56. minuttir vóru farnir økti Jude Winchester til 2 0. Brendan ella Sankta Brendan er navnið á írskum munki og sjófara, sum fyrst í sættu øld segðist at hava siglt til Amerika næstan 1000 ár áðrenn Columbus og umleið 400 ár áðrenn Leivi Hepna. Á leiðini skuldi hann hava lagt at í Føroyum og Íslandi, til hann at enda kom til New Foundlands. Hotellið, sum stendur í gerð við Oknarvegin í Havn, hevur fingið navn eftir hesum íranum og navnið verður Brandan . Tað er Smyril Line samtakið, sum letur hotellið byggja, og Articon tekur sær av sjálvari byggingini. Rógvi Mikkelsen verður stjóri á hotellinum. Tað hevur týdning fyri okkum at skapa okkum ein samleika, við at vísa á eina søgu, sum hevur við Føroyar at gera. Tað vit kunnu selja okkum uppá, sigur Rógvi, sum leggur afturat, at umframt hetta fara kømrini á hotellinum at fáa staðarnøvn úr Føroyum. Rógvi ivast ikki í, at fíggjarligt grundarlag eru fyri hotellinum. Vit síggja nú, at øll hotellini í Føroyum eru á tremur, so vit hava góðar vónir um, at hotellioð fer at bera seg í øllum førum í summarhálvuni. Eisini hava tey ætlanir um at hýsa ráðstevnum og fundarvirksemi, umframt at ein hampiliga stór matstova verður í húsinum. Articon hevur gjørt eina prototypu av einum hotellkamari í einari høll uppi á Sundi. Vit hava fingið hetta gjørt, so vit kunnu síggja, hvussu kømrini koma at taka seg út, sigur Rógvi Mikkelsen og leggur afturat, at størsta uppgávan verður at tryggja, at reingerðin verður so løtt og góð sum gjørligt. Vikuskiftissendingin vitjaði bæði á byggiplássinum og uppi á Sundi Hvussu gera vit, um onkur er ljótur ímóti vininum Kunnu vit siga frá, um tey ólátaðu eru eldri Nikki og Vilgot fortelja um eina ferð, tey vóru djørv og søgdu frá. Síðan tann dagin hava tey verið góðir vinir. Tann lítli kjólin, sum mótaskaparin, Coco Chanel, ráddi øllum kvinnum til at hava í klædnaskápinum, er perfektur til veitslu. Um so er, at hann manglar í skápinum, vísir Lee Esselstr m, sum er kend úr sjónvarpssendingini Str ms , hvussu lættliga ber til at seyma ein. Hvussu ugga vit tey, sum eru kedd og hørm Tað er gott at fáa hjálp frá vinum, tá snuddir koma, og tað kennist gott at vera tann, sum hjálpir og uggar. Tað hevur týdning at lurta eftir hvørjum øðrum, men tað er ikki altíð so lætt. Tað kom til ilnar millum Samuel og abba hansara einaferð, tá Samuel ikki vildi koma við út at fiska í regninum. Hvussu gjørdust teir væl aftur Tvey fólk, sum dagliga selja og keypa gamlar lutir, fáa 10.000 krónur í part at handla fyri. Seinni verða lutirnir mettir av serkønum, og dagsins vinnari er tann, sum fær hægstu meting. Síðan er finala, har allir lutir funnir í vikuni fara undir hamaran í Svendborg. Tá Waltraud Kristinsson doyr í Malm , vil hon, at sonurin Gunnar skal fáa part av arvinum. Men hann hevur ikki verið at hitta. Hví hava mamma og sonur mist sambandið Kattis Ahlstrøm og Niklas Køllner leita eftir svari í Íslandi og í Týsklandi og koma eftir, at Waltraud valdi á vanlukkuligan hátt, tað merkti lívið hjá henni og soninum. Kattis Ahlstrøm og Niklas K llner leita fólk upp, sum hava rætt til arv og ókenda familjusøgu. Tarin kann arga, tá tú skalt svimja, hjá øðrum er hann gull verdur Hesa vikuna er programmleiðarin Thomas Marthinsen á Sotra og heystar tara til fínastu matgerð. Tá Maria Pettersson var í starvsvenjing í Noreg longdist henni illa heim. Hon fór tá at læra seg tjóðsangin uttanat, á finskum. Og eftir tað gjørdist hon rættiliga áhugað í Runeberg. Redaktørur Hanna Klingenberg. Seinastu árini hevur Guðrun Sólja Jacobsen vitjað nógv lond, men tað er ikki so nógv tí, at hon sjálv hevur tikið stig til ferðirnar. Eg havi verið í fleiri londum, men tað, sum eyðkennir ferðirnar, er, at konsertfyriskiparar av ymsum slagi hava fyrireikað ferðirnar. Seinastu árini havi eg verið á til dømis Kreta og í Grønlandi, og tað hevur verið í sambandi við tónleikauppgávur, sigur Guðrun Sólja Jacobsen. Russland hevur fleiri ferðir ikki hildið treytirnar í INF avtaluni, sum varð gjørd í 1987. Avtalan bannar landbaseraðum kjarnorku rakettum sum røkka millum 500 og 5.500 kilometrar. Donald Trump, forseti í USA, boðaði í februar frá, at USA tekur seg úr avtaluni, sum sigst verða týdningarmesta avdubbingaravtala, sum nakrantíð er gjørd. Vit heita áhaldandi á Russland um at venda aftur til fult og staðfest samstarv, men vit hava eingin tekin sæð um, at so verður. Tvørtur í móti heldur Russland fram at framleiða og staðseta SSC 8 rakettir, segði Stoltenberg á tíðindafundi í gjár. Hann legði aftrat, at verjumálaráðharrarnir í NATO londunum, sum í hesum døgum hittast í Brússel, eru samdir um, at NATO má fyrireika seg til ein heim við ongari INF avtalu. Vit eru tí samdir um, at Nato fer at svara aftur, um Russland ikki vil samstrva. Okkara aftursvar verður verjukent. Vit ætla ikki at brúka kjarnorkurakettir á landi í Evropa, greiddi Stoltenberg frá, og legði dent á, at Nato vil ikki hava nýggja vápnakapping. Russland hevur eitt at velja í, aftur at halda avtaluna og treytirnar í avtaluni, ella halda fram við ábyrgdarleysa og vandmikla atburðinum, og hava fulla ábyrgd fyri at avtalan fer fyri skeyti, segði Stoltenberg. SSC 8 rakettir, sonevndu Screwdriver rakettirnar, kunnu ferðast upp í 2.100 metrar um sekundið, og minka ávaringartíðina nður í tveir minuttir. Longu tíðliga í vár, í árligu talu síni í hernaðarliga samtakinum í Oslo tíðliga í vár, ávaraði leiðarin fyri norsku fregnartænastuna, Morten Haga Lunde, um nýggju screwdriver raktettirnar sum eru einfaldar at handfara. Arbeiðs og brunaeftirlitið sigur, at Bakkafrost Proceesing hevur ikki hildið sínar skyldur sum arbeiðsgevari. Upprunin er eitt arbeiðsóhapp á Glyvrum 29. desember í 2017, tá eitt flutningsband skuldi setast saman. Arbeiðs og brunaeftirlitið sigur, at mannagongdin og framferðin vóru sera ótryggar og høvdu við sær munandi vanda fyri fólkaskaða. Talan var um eitt sera illa skipað arbeiði, har sum lítil ella eingi verulig atlit eru tikin at arbeiðstrygd, sigur Arbeiðs og brunaeftirlitið. Strandfaraskipið Súlan er selt til Leirvíkar. Sp f Húsamørk hevur keypt Súluna, sum nú eitur Bakka Kristian. Súlan er bygd í Danmark í 1987. Ole Birk Olesen, sum var ferðslumálaráðharri til í gjár, játtaði fyri stuttari tíð síðani at umrøða møguleikan, at Føroyar taka við avtaluni við Ísland, sum Danmark hevur Føroya vegna nú. Føroyar kunnu nú vera á fundum hjá Joint Finance Committee, sum er fíggjarnevndin, sum býtir pengarnar, sum koma frá flogferðsluni í norðuratlantsøkinum. Poul Michelsen sigur, at luttøkan í Joint Finance Committee gevur Føroyum betri førleika at yvirtaka økið og føroyskir myndugleikar fáa innlit í inntøkur og útreiðslur hjá flogferðsluni í økinum. Fundir hava eisini verið við International Civil Aviation Organization, ICAO, um at skipa eitt nýtt føroyskt loftrúm. Føroyska loftrúmið verður umsitið í Reykjavik, og ICAO sigur, at tað riggar sera væl. Tí skulu vera serliga góðar orsøkir til at broyta hetta, sigur ICAO. Og skal broyting gerast, krevur hon fulla semju í ICAO. Eisini er sama trygdarstøði ein treyt og, at raksturin ikki verður dýrari. Men, svarar Poul Michelsen eisini, 1. januar 2020, verður niðara loftrúmið, tað eru flogfør, sum koma til Føroya og fara úr Føroyum, umsitið á fløgvøllinum í Vágum burturav. Jonhard Hammer var ikki leingi uttan stjórasessin í Miðlahúsinum. Miðlahúsið kunnger í dag, at Jonhard Hammer er aftur stjóri í Miðlahúsinum. Teir báðir siga, at ávís tvístøða hevur verið um framtíðarætlanirnar hjá Miðlahúsinum. Men nú er nýggj ætlan løgd, sum báðir partar taka undir við, og tí fara báðir stjórarnir í framtíðini at mynda felagið. Smápartafelagið Sosialurin rekur alt virksemið í Miðlahúsinum, sum gevur út Sosialin og in.fo. Felagið eigur eisini partar í Prentmiðstøðini og útvarpsrásini FM1. Beint eftir døgurða vórðu starvsfólkini á Umhvørvisstovuni kunnað um, at Petur Nielsen hevur undirskrivað eina fráfaringaravtalu við Heilsu og Innlendismálaráðið, og stjórin fór síðani til hús. Orsøkin til uppsøgnina eru tær bygnaðarbroytingar, sum stjórin ætlaði at seta í verk, men landsstýriskvinnan í umhvørvismálum ikki var samd í. Samstundis sum Petur Nielsen er koyrdur til hús við fráfaringaravtalu, hevur Heilsu og Innlendismálaráðið avgjørt at steðga teimum bygnaðarbroytingum, sum stjórin ætlaði at fremja. Eittnú ætlaði Petur Nielsen at leggja saman deildirnar Tinglýsing og Matrikul, og í tí sambandi var annar deildarleiðarin uppsagdur. Innan jazztónleik hevur árið 1959 serstøðu sum the greatest year in jazz. Eitt myndandi ár innan jazz, og fyri summi enntá hitt besta jazzárið yvirhøvur. Av týdningarmiklum jazzplátum frá 1959 kunnu nevnast tríggjar. Í fýra Mono sendingum hava vit varpað ljós á hesar og aðrar viðkomandi útgávur frá jazzárinum 1959. Lagt til rættis Knút Háberg Eysturstein. Tunnilsfeløgini P F Vágatunnilin, P F Norðoyatunnilin og P F Eystur og Sandoyartunlar í dag hava stovnað felags innkrevjingarfelag, P F Tunnil. Tað kostar tó framvegis ymiskt at koyra gjøgnum tunlarnar, tað vil siga at gjaldið í Vágatunllinum og Norðoyratunlinum verður sum nú, og prísurin verður ymiskur millum Strendur og Rókina, millum Rókina og Hvítanes, og ml. Hvítans og Strendur, sigur Heðin Mortensen, landsstýrismaður. Við felags umsiting og innkrevningarskipan fyri øll feløgini verður felagið bíligari í rakstri, heldur enn at hvørt felag sær hevur sína egnu umsiting. Endamálið er eisini at hava greiðan skilnað á fíggjarviðurskiftinum millum feløgini. Avtalað er, at feløgini gjalda fyri raksturin av P F Tunnil í mun til ferðsluna. Arbeitt verður við at fáa føroyska innkrevjingarskipan, so at haldið, sum tú keypir, verður galdandi fyri allar tunlarnar, í fyrstu atløgu Vága og Norðoyatunnulin næsta ár fyri Eysturoyartunnulin, og Sandoyartunnulin, tá hann letur upp. Nýggja felagið P F Tunnil fær heimstað í Runavík. Leigusáttmáli er í dag undirskrivaður millum nýggja felagið og Sp f Høgabólshúsið um leigu av hølum til felagið. Í tíðindaskrivi sigur Kenneth S. Bærendsen, fyrisitingarstjóri á Dimmalætting um Emil, at hann hevur drúgvar royndir við blaðútgávu og holla og breiða vitan um samfelagsviðurskifti. Emil L. Jacobsen var í 2014 saman við øðrum fyrrverandi starvsfólkum við til at endurreisa Dimmalætting, og hevur síðani arbeitt á blaðnum, har hann millum annað hevur samskipað blaðútgávuna. Tsiger er eisini lagdur undir at hava dripið yvirherhøvdingan í Amhara, og hjálpamann hansara, og fyri at hava roynt at framt stjórnarkvett. Tsiger flýddi eftir morðini, men løgreglan skeyt hann til deyðis seinni sama dag. Internetið í Etiopia er í løtuni stongt, meðan myndugleikar kanna álopini. Á eykaaðalfundi í dag fekk SEV heimild at útvega sær størri lántøku. Tað skal millum annað brúkast til útbyggingar av netinum og at verða við í útboðum av vindmyllulundum. Tað kostar pengar og tað kann brúkarin eisini merkja seinni við prísvøkstri. Møguligi prísvøksturin á fimm oyru er uttan mvg. Við mvg er prísurin 6,25 oyru pr. Kilowatttíma. SEV fekk fyrr í ár eisini loyvi at seta eina vindmyllulund upp í Porkerishaganum. SEV hevur eisini havt ætlanir at seta eina pumpuskipan upp í Vestmanna, men hon er útsett tvey ár. Útlendsk ferðafólk, sum koma til Føroyar við húsvogni, parkera á privatum plássum í Havn, og tað elvir til trupulleikar fyri handlar og fyritøkur og viðskiftafólk teirra. Veðurverjan á Kirkjubømúrinum, sum hevur vart múrin seinastu 14 árini, verður tikin niður í summar. Varveitingararbeiðið er um at vera liðugt . Veðurverjan verður eftir ætlan tikin niður í august í ár. Emil Lisberg Jacobsen er settur sum ábyrgdarblaðstjóri á Dimmalætting. Hann tekur við starvinum 1. august. Emil hevur drúgvar royndir á Dimmalætting. Emil L. Jacobsen var í 2014 saman við øðrum fyrrverandi starvsfólkum við til at endurreisa Dimmalætting og hevur síðani arbeitt á blaðnum, fyrst og fremst hevur hann havt ábyrgdina at samskipa blaðútgávu. Nógv umrøddu bygnaðarbroytingarnar á Umhvørvisstovuni, sum at enda kostaði stjóranum sessin, kostaðu stovninum 800.000 krónur til uttanhýsis ráðgeving. Hetta vísir eitt innlit, sum Kringvarpið hevur fingið. Avtalan við uttanhýsis ráðgevan skuldi vera við til at menna 60 starvsfólk og leiðslubólkin á stovninium, sum millum annað minkaði tá samanum kom og ein deildarleiðari varð uppsagdur. Tað hendi tá deildirnar fyri matrikul og tinglýsing vórðu lagdar samam og ein deildarleiðari leyp av. Petur Nielsen, sum ikki longur er stjóri á Umhvørvisstovuni, sigur í eini skrivligari viðmerking, at slagið og óvissan um vavið av stovnsmetingini gjørdi, at tað ikki av byrjan bar til at bíleggja ráðgevingina sum eina heildarveiting. Samstundis sum Petur Nielsen er koyrdur til hús við fráfaringaravtalu, hevur Heilsu og Innlendismálaráðið avgjørt at steðga teimum bygnaðarbroytingum, sum stjórin ætlaði at fremja. Fleiri fólk eru deyð í ógvusligu hitabylgjuni, sum herjar í fleiri Evropeiskum londum. Í gjár máldi hitin í Suðurfrankarríki heili 45,9 stig, sum er tað heitasta, ið nakrantíð er mált. Franski forsetinmálaráðharrin, Edouard Philippe, heitir á fólk um at vera serliga ansin í ógvusligu hitabylgjuni. Áheitanin kemur eftir, at fleiri franskmenn eru druknaðir, í roynd at køla seg niður á støðum sum ikki eru góðkend. Myndugleikarnir heita tí á fólk, um bert at nýta góðkend baðistøð. Myndugleikarnir í París hava gjørt fleiri átøk, fyri at hjálpa íbúgvunum í øgiliga hitanum. Millum annað hava tey latið kommunal kølirúm upp, har borgarar kunnu fara inn og køla seg niður. Parkirnar í býnum hava longri opið, so fólk kunnu leita sær skugga undir trøunum, og fleiri forminnisavn hava ókeypis atgongd, so fólk kunnu koma inn og fáa ágóðan av útluftingini. Øll Suðuroyggin hevur verið skipað í ein musikkskúla, Suðuroyar Musikkskúli. Tíðliga í mai mánaði søkti Suðuroyar Musikkskúli eftir nýggjum leiðara til skúlan, eftir at setanarskeiðið hjá núverandi leiðara, var um at verða runnið. Nevndin fyri Suðuroyar Musikkskúla kom fyrst í juni sína innstilling til leiðarastarvið til tær sjey kommunurnar í Suðuroyggini at taka støðu til. Men enn er at síggja til, eingin settur. Nú hevur Vágs Kommuna tikið seg úr samstarvinum, og valt at stovna egna musikkskúla. Í stuttari viðmerking til málið, sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs Kommunu, at tey hava sæð eina afturgongd í Suðuroyar Musikkskúla seinastu árini. Tey hava roynt at fingið ymiskt viðurskifti í lag soleiðis, at musikkskúlin kom upp á hóskandi støði., hetta uttan eydnu. Tí hava tey valt at skipa egnan musikkskúla, sum fer at hava tætt knýtti til dagstovna og skúlaøki og tónleikaumhvørvið í Vági. Á G20 toppfundinum í Japan í dag, eru USA og Kina komin ásamt um, at fara undir handilssamráðingar aftur. Handilskríggj hevur verið eina tíð ímillum londini, sum hevur tarnað globalu búskaparligu gongdini. Trump vil ikki taka økta tollin á kinesiskar vørur av, men hann váttar, at hann ikki fer at leggja ætlaða eyka tollin á 300 milliardir dollarar, á innflutning frá Kina. Somuleiðis boðaði Trump frá, at amerikanskar tøknifyritøkur aftur kunnu selja vørur til kinesiska telerisan, Huawei. Amerikanksa handilsmálaráðið bannaði annars í mai mánaði allari sølu til Huawei. Bannið forðaði amerikansum fyritøkum at selja týdningarmikla tøkni, sum Huawei brúkar til at menna sínar vørur við og harvið skaða framleiðsluna hjá telerisanum. At amerikanski forsetin slepti banninum at selja til Huawei, verður skýrt at verða eitt týdningarmikið og víðgongt stig í samráðingunum. Sambært Trump gingu samráðingarnar við Kina betri enn væntað, og tær fara at halda áfram. Kvívíkar kommuna hevur fingið góðkenning at taka vatn í Stórá og Breiðá. Kommunan ætlar at hita dagsstovnin og skúlan við vatnorku. Umhvørvisstovan fekk ongar viðmerkingar um hana. Kvívíkar kommuna brúkar 250.000 krónur um árið til olju til at hita dagsstovnin og skúlan. Tríggir kommunulæknar eru settir í Suðurstreymoyar læknadømi. Heilsutrygd hevur sett Guðrun Mortensen, Bjarna Wardum og Turið Holm Johannesen í starv. Turið Holm Johannesen tekur við starvinum, sum Annika Olsen hevði. Viðtalan hjá henni verður eisini við Kirkjustrætið, tá liðugt er at byggja har. Guðrun Mortensen tekur við starvinum, sum hon seinastu tíðina hevur røkt í Miðlon. Heilsutrygd søkti í mai eftir fýra kommunulæknum til Suðurstreymoyar læknadømi. Tað varð avgjørt á fundi í Reykjavík fríggjadagin millum Honnu Jensen, landsstýriskvinnu í útbúgvingar og grranskingarmálum, og Lilju Døgg Alfreðsdóttur, menta og útbúgvingarráðharra. Altingið samtykti eisini í vár samstarv millum londini í Útnorðri um, hvussu londini kundu arbeiða saman um at flyta tey trý móðurmálini inn í talgilda heimin. Uppskot er um, at skipaður verður ein arbeiðsbólkur við umboðum úr øllum trimum londunum, sum skal skriva álit um støðuna og framtíðarvánirnar hjá teimum trimum málunum, føroyskum, grønlendsum og íslenskum, og greina, hvør støðan er viðvíkjandi máltøkni hjá hvørjum máli sær. Hanna Jensen og Lilja Døgg Alfreðsdóttir tosaðu eisini um framhaldandi samstarv millum Fróðskaparsetur Føroya og Háskóla Íslands um útbúgving í lestrar og yrkisvegleiðing, og um yrkis og tøkniútbúgvingar, sum føroyskir útbúgvingarmyndugleikar arbeiða við í samstarvi við partarnar á arbeiðsmarknaðinum. Donald Trump og norðurkoreanski leiðarin Kim Jong un, sum hildu ein fráboðaðan fund í avvápnaða geiranum millum Norður og Suðurkorea, gingu saman um markið til Norðurkorea, har teir tóku í hondina hvør á øðrum. Donald Trump forseti er tann fyrsti amerikanski forsetin, sum vitjar okkara land, og tað vísir ein vilja at gera upp við harðrendu fortíðina og lata upp fyri einari nýggjari framtíð, segði Kim Jong. Hetta er ein stórur dagur fyri allan heimin, segði hann og legði afturat, at hann var errin um at vera fyrsti amerikanski forsetin, sum fór um markið til Norðurkorea. Fundurin millum Donald Trump og Kim Jong un gevur vónir um, at USA og Norðurkorea kunnu taka uppaftur samráðingar um ta avtaluna frá 2018, sum skal fáa frið á koreansku hálvoynni. Víkingur vann í gjár 3 1 á heimavølli móti TB. Adeshina Lawall og Dion Splidt løgdu Víking á odda, Ivan Ivanovic minkaði um munin fyri TB, men Gunnar Vatnhamar staðfesti sigurin hjá Víkingum. Við hesum hevur Víkingur ota seg fram um NSÍ og KÍ og er á odda fyri 35 stigum fyri 15 dystir. NSÍ og KÍ hava 32 stig við einum dysti færri, B36 hevur 31 stig, somuleiðis fyri 14 dystir, og HB hevur nú 30 stig. Og kommununan hevur slept treytini um, at Turkihúsið skal takast niður skjótast gjørligt, og í seinasta lagi áðrenn hetta árið er liðugt. Nú marknaðurin svíkur, og tað er trupult at sleppa av við hvalakjøtið, hava íslendsku hvalabátarnir sagt frá sær rættin at skjóta hval í ár fyri fyrstu ferð síðan 2003. Hvalur hf., sum er síðsta felagið, ið veiðir nebbafisk, hevur longu boðað frá fyrr í hesum mánaðinum, at tey fara ikki at veiða nebbafisk í ár, tí loyvi fekst ov seint. Gunnar Bergmann Jónsson, sum er stjóri í hvalaveiðifelagnum IP Útgerð, sigur, at felagið fer at leggja seg eftir øðrum fiski, men at tey kortini fara at innflyta sildreka úr Noregi fyri at nøkta lítla tørvin, sum er eftir honum í Íslandi. Hann væntar tó, at veiðan eftir sildreka heldur fram næsta ár, á vári í 2020. Íslendingar fóru í 2003 at veiða hval til vísindalig endamál. Í 2006 tóku teir vísindaliga kravið burtur og loyvdu veiðu við handilsligum endamáli. Síðan hevur altjóða trýst saman við minkandi eftirspurningi bæði í Íslandi og uttanlands gjørt, at lítið fæst burtur úr hvalaveiðuni í Íslandi. Havrannróknarstovan hevur annars givið loyvi til at veiða 209 nebbafiskar og 217 sildrekar um árið fram til 2025. Men í ár verður so eingin hvalur skotin. Nogv tær flestu villurnar ella manglarnir vóru í bólkinum, sum eitur feilir og manglar, sum viðvíkja kravdum upplýsingum og notum. Átjan ára gamli tvøramaðurin hevur verið ein av lyklaspælarunum hjá TB, har hann hevur skotið sjey mál harav eitt í steypakappingini, og eisini hevur hann gjørt um seg á U21 landsliðnum. B36 skrivar á heimasíðuni hjá felagnum, at Stefan Radosavljevic verður við, tá teir í juli mánaði skulu spæla Evropa League dystir ímóti Crusaders úr Norðurírlandi. Her og nú kann hann avgjørt tilføra hópinum dygdir. Og tá talan er um somikið ungan spælara, er eingin ivi um, at hann kann mennast nógv meira, sigur Jákup á Borg. Skuldi eg til annað felag enn TB, so ynskti eg sjálvur, at tað varð B36. Spælistílurin hjá liðnum hóskar væl til mín, og eg ivist ikki í, at eg komi at fella væl til í Gundadali , sigur Stefan Radosavljevic. Og skjótt er hann førur fyri at taka býir og landøki í báðum londunum, og sostatt endurstovna kalifatið. Tað stendur í nýggjari frágreiðing hjá amerikansku hugsunarsmiðjuni Institute for Study of War, stytt ISW. Í frágreiðingini verður víst á, hvussu IS hevur ment seg frá al Keida í Irak, skrivar norska tv2. Í 2011 niðurbardu amerikonsku herdeildirnar Al Keida. Tá vóru bara 700 til 1.000 stríðsmenn eftir í felagsskapinum. Abu Bakr al Bagdhadi tók leiðsluna í al Keida, og felagsskapurin broytti navn til ISIS, sum er stytting fyri Islamskur Statur í Irak og Sýria , seinni stytt til IS. Trý ár seinni, í juni 2014, boðaði Abu Bakr al Bagdhadi frá, at Kalifatið varð stovnað í Irak og Sýria. Tá hevði IS tikið valdið í næststørsta býnum Mosul og í sínum nýggja høvuðsstaði, Raqqa, í Sýria. Fleiri 10 túsundtals hermenn við vápnum vóru tá í IS. Í februar í fjør vórðu seinastu restirnar av landafrøðiliga Kalifatinum niðurbardar í Baghouz í Sýria. Men hendan ósigur hevði leiðslan í IS fyrireikað seg til. Og IS felagsskapurin verður, sambært frágreiðingini hjá amerikonsku hugunarsmiðjuni, endurreistur nógv skjótari og verður nógv vandamiklari, enn hann var í 2011. Sambært frágreiðingini var ætlan fyri endurreisingina klár langt áðrenn Kalifatið fall. Fleiri av elitu hermonnunum vóru tiknir úr MOsul, Raqqa og øðrum býum, áðrenn hesir vóru feldir. Elituhermenninir vórðu fluttir til trygg støð í Irak og Sýria. Í dag fjala teir seg í fjallalendi, í oyðimørkini og í bygdum, har sunni muslimar stuðla teimum. Abu Bakr al Bagdhadi hevur styrkt sína støðu, og hevur í dag størri vald á uppreistrardeildinum. Hann hevur ruddað í felagsskapinum, millum annað fleiri imamar og aðrar leiðarar, sum hava verið ósamdir við hansara tulking av koranini. Hann hevur eisini koyrt ódugnaligar, ólýdnar og óálítandi hernaðarligar leiðarar úr felagsskapinum. 320 IS stríðsmenn skulu verða avrættaðir eftir boðum frá Al Bagdhadi, millum annað fleiri herleiðarar í yvirgangsherinum. IS hevur í dag stórar vápnagoymslur í Irak og Sýria. Felagsskapurin skal eisini framvegis liggja inni við stórum peningaupphæddum, stendur í frágreiðingini, sambært norska tv2. Felagsskapurin skal millum annað hava gjørt íløgur fyri 10 tals miljónir dollarar í bygningar, biltváttingarfyritøkur og aðrar lógligar fyritøkur í øllum Miðeystri. Norðlýsið skrivar, at hann hevur fingið leikbann í seks leikdagar frá kappingarnevndini hjá FSF fyri reyða kortið í dystinum ímóti TB 22. juni, sum TB vann. Oyggjaleikirnir í Gibraltar byrja leygardagin, og hesa vikuna hevur summarmorgun samrøður við ítróttafólk, sum fara at umboða Føroyar. Føroyameistarin í ár, Fróði F. Jensen, er við á leikunum í ár, og landsliðsvenjarin vónar, at Fróði kann gera ein vørr og røkka einari hálvfinalu. Peter Niclasen sigur annars, at mótstøðan er sterk í ár og at tað verður torført at koma uppá nakran sigursskammil. Leikarnir eru væl fyri og á venjingarleguni verður serligur dentur lagdur á smálutirnar í spælinum hjá hvørjum einstakum leikara. Borðtennislandsliðið er á venjingarlegu til mikudagin, og fara síðani til Gibraltar hósdagin. Føroyski hópurin Pauli Jacobsen Skanderborg málverji Brandur Silvurstein Skjern málverji Baldur Gillason Skjern vinstri vongur Janus Dam Djurhuus Skjern vinstri vongur Kristoffur Bjørgvin Oure vinstri vongur Bogi Hansen Skjern høgri vongur Hákun West av Teigum Skanderborg høgri vongur Pauli Mittún Skjern vinstri bakkur Ovi Lutzen Kyndil vinstri bakkur Elias Ellefsen á Skipagøtu Skanderborg spælskipari Rói Ellefsen á Skipagøtu Ikast KFUM spælskipari Brian Slyne Skjern høgri bakkur Sveinur Olafsson H71 høgri bakkur Ragnar Karlsson Oure strikuspælari Viktor Gaini Vies strikuspælari Sakir Tróndarson Frýdals H71 strikuspælari Reiðaríið, Northwest Pelagic, leyk ikki treytirnar í gomlu lógini um vinnuligan fiskiskap um útlendskan kapital og føroyskan ræðisrætt, segði Fiskimálaráðið. Fiskimálaráðið tók loyvini frá reiðaríinum í januar 2006, tí Vørn metti, at niðurlendski minnilutaeigarin stýrdi felagnum. Tað var í móti lógini um vinnuligan fiskiskap, sum tá var galdandi. Starvsmannafelagið vil varpa ljós á seks kjarnumál til Løgtingsvalið og hevur í tí sambandi útgivið eitt blað har kjarnuøkini verða lýst. Hesi eru eitt nú at minka arbeiðsvikuna niður í 37 tímar við lóg, hava greiðan skilna millum arbeiði og frítíð, og at tryggja rættindini hjá teimum, ið eru sett í tíðaravmarkaði størv. Fótbóltssamband Føroya hevur sent inn umsókn um at hýsa endaspælinum hjá U19 dreingjum í ungdómskappingini hjá UEFA í 2021 og 2022. Kristin Dam Ziska, varaaðalskrivari í Fótbóltssambandinum, sigur, at FSF hevur sent umsókn, men ikki er greitt, um Føroyar lúka allar treytirnar. Kristin Dam Ziska sigur, at hóast vit ikki lúka allar treytirnar, so hevur FSF góðar vónir til at gerast vertir fyri U19 kappingini hjá dreingjum. Tað verða suðringar og sandoyingar, sum fáa menningarkvoturnar í ár. Men enn fær almenningurin ikki at vita, hvørji virki ella persónar, fáa kvoturnar. Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, boðaði seinnapartin frá, at seks umsøkjarar fáa menningarkvotur hesa ferð. Tað vóru 37 umsøkjarar. Enn hava umsøkjararnarnir ikki fingið svar, men svarið er á veg, lovar landsstýrismaðurin. Hoyr meira í útvarpstíðindunum klokkan 18 í kvøld. Sniálvur Jóanesarson, bóndi á Kv legarðinum á Voss í Noregi, hevur veruliga gjørt vart við seg í norska seyðahaldinum. Tá sendingarnar vórðu gjørdar, var hann formaður í seyðafelagnum á Voss og í nevndini í seyðafelagnum fyri Hordaland. Hann var ofta dómari í seyðakappingum, og tá hann sjálvur var við í kappingum, átti hann ofta bestu seyðirnar. Sniálvur hevur fylgt gjølla við hvørjum einstøkum seyði. Nógvir Austin lastbilar vóru í Føroyum í 1960 árunum. Og í hesari frásøgnini tosa vit um henda Austin lastbilin frá 1959, um lastbilarfyritøkuna, sum Hans Egil setti á stovn í 1959, og um umstøðurnar at koyra lastbil tá. Tað skrivar tíðindastovan, Ritzau, sambært eini uppgerð hjá europeisku hagstovuni, Eurostat. Nú er arbeiðsloysið gjørt upp til at vera 6,3 prosent. Talan er framvegis um stórt arbeiðsloysi, tí sambært hagstovuni hjá ES, vóru 15,7 milliónir menn og kvonnur í evrulondunum, sum einki arbeiði høvdu í mai. Talan var um 71.000 fólk færri enn í apríl, og 1,3 milliónir fólk minni enn í mai í fjør. Londini, sum høvdu klægst arbeiðsloysi í mai, vóru Kekkia, Týskland og Holland. Arbeiðsloysið var størst í Grikkalandi, Spania og Italia. Í Danmark er arbeiðsloysið 5,1 prosent, skrivar Ritzau. Um vikuskiftið varð Voxbotn hildið í Havn fyri áttandu ferð. Tiltakið er fyrst og fremst ein veitsla hjá nýklaktu pisunum. Turið Elinborgardóttir og Margit Brøndum Kallsoy eru báðar blivnar pisur í ár og siga teirra hugsan um sokallaðu ársins pisuveitslu . Báðar eru á einum máli um, at skráin er fín, men kundi verið betri. Tær leggja afturat, at tiltakið í sær sjálvum selur óðansæð, hvussu skráin sær út, tí tiltakið hevur fingið uppá seg at vera fyrsta veitslan hjá pisunum. Tó finnast tær at, at tað var heldur trongligt á økinum, og at hesin tilstandur ikki gjørdist lættari, tá fólk høvdu fingið okkurt váttligt niðurum. Serliga spældi føroyski málverjin, Pauli Jacobsen, ein sera góðan dyst. Sambært hagtølunum hjá útvarpsstøðini, FM1, hevði hann tilsamans 22 bjargingar í dystinum. Toppskjútti hjá Føroyum bleiv Elias Ellefsen á Skipagøtu við 11 málum. Hann er í løtuni eisini toppskjútti í allar kappingini við tilsamans 22 málum. Sostatt hava Føroyar fingið eina sera góð byrjan upp á hesa kappingina, tí fyrr í dag vunnu Føroyar við heili tíggju málum á Norra, 32 22. Hin bæði londini í bólkinum hjá Føroyum eru Georgia og Ísrael. Føroyar spæla ímóti teimum báðum fyrrapartin og seinnapartin mikudagin. Støðan í bólki C 1.Føroyar 2 dystir 4 stig 2.Ísrael 2 dystir 4 stig 3.Spania 2 dystir 2 stig 4.Norra 2 dystir 2 stig 5.Georgia 2 dystir 0 stig 6.Estland 2 dystir 0 stig Úrslitini higartil Norra Føroyar 22 32 Ísrael Estland 26 20 Spania Georgia 33 21 Georgia Ísrael 26 29 Spania Føroyar 27 31 Norra Estland 27 18 Hvat er at gera, tá tey byrja at skeldast um nakað, sum báðir partar vilja hava Bestu vinirnir Dante og Lea siga frá, hvussu tað var, tá Lea vann, og Dante ákærdi hana fyri at svika. Lee Esselstr m, úr sjónvarpssendingini Str ms , vísir, hvussu hann vevar tvey ymisk toy saman, so tað sær út sum seymað mynstur úr mongum smáum lappum. Lívsstílsserkøna Christine Feldthaus spyr, hvat tað er, sum ger, at danskarar heldur vilja sova í tjaldi og gera mat sjálvir, enn verða uppvartaðir og hava stórar upplivingar í útlondum Christina og sonurin Alfred húsast í húsvogni nakrar dagar, og upplivingarnar eru ymiskar. Tvey fólk, sum dagliga selja og keypa gamlar lutir, fáa 10.000 krónur í part at handla fyri. Seinni verða lutirnir mettir av serkønum, og dagsins vinnari er tann, sum fær hægstu meting. Síðan er finala, har allir lutir funnir í vikuni fara undir hamaran í Svendborg. Josef Nový doyr í Sp nga, og eftir hann eru 600 000 krónur. Men yngri beiggi hansara Miroslav er horvin. Kattis Ahlstrøm og Niklas Køllner rekja søguna upp um tveir ólíkar brøður, sum eru uppvaksnir í fyrrverandi Tjekkoslovakia. Kattis Ahlstrøm og Niklas Køllner leita fólk upp, sum hava rætt til arv, og familjusøgan er ókend. Patricia stman varð fødd sum genta, men hevur altíð kent seg sum drong. Nú hevur hon avgjørt at leggja seg undir skurð og taka bróstini burtur, men hvat sigur Gud um tað Átti hon at verið nøgd við seg sjálva, sum hon er Redaktørur Hanna Klingenberg. Ovast á Tindevegen møtast tvær stórar gravimaskinur eftir at hava grivið fleiri kilometrar av gomlum kava. Programmleiðarin Thomas Marthinsen er við teir síðstu metrarnar. Oyggjaleikirnir á Gibraltar verða settir leygardagin 6. juli og halda fram til fríggjadagin 12. juli. Tí senda vit hesa vikuna eina samrøðu um dagin, við eitt ítrottarfólk, sum er við á Oyggjaleikunum 2019. Flestu partrolararnir eru til fiskarí nú í vikuni. Teir hava eisini smáligt fiskarí, sigur Fiskamarknaðurin. Trý pør fiska gulllaks. Fimm línuskip eru undir Føroyum. Eitt línuskip er undir Íslandi og eitt við Eysturgrønland. Tvey frystilínuskip eru við Ísland og tvey við Eysturgrønland. Trolbátarnir eru á landleiðini og fiska tosk og flatfisk. Harafturat eru tveir trolbátar norðanfyri og fiska tosk og hýsu, men teir hava smáligt fiskarí har. Um útróður sigur Fiskamarknaðurin, at streymurin er harður hesa vikuna. Men veðrið verður hampuligt, so helst rør onkur út. Útróðrarbátarnir fáa mest tosk og hýsu og nakað av hvítingi. Men nýggja átakið hjá Bláa Krossi og Ráðnum fyri Ferðslutryd Ein heilt appilsinfrían, takk , leggur upp till at tey ungu skulu hava eitt lekkurt alternativ til rúsdrekka. Tí hevur Blái Krossur og Ráðið fyri Ferðslutrygd saman við kokkinum Gutta Winther ment ein leskiligan drykk uttan alkohol. Blái Krossur fer at ferðast til festivalar og tiltøk kring landið í summar, og borðreiða við drykkinum, sum er gjørdur burturúr heimagjørdari rabarbusaft og ginger ale. Lurtið eftir samrøðuni við Alisu Hammer og Lív Justinussen frá Bláa Krossi, sum greiða frá um átikið. Eisini verður tosað um ung og rúsdrekka, og hvussu til ber at menna ein sunnan hugburð hjá ungum til rúsdrekka. Atlantsflog fór í dag fyrsta túrin til Charles de Gaulle flogvøllin í franska høvuðsstaðnum París. Atlantic Airways flýgur til París tríggjar ferðir um vikuna í summar, og ætlanin er at halda áfram at flúgva fleiri ferðir um vikuna í vetur, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi. Rutan til París er eitt sonevnt codeshare samstarv við Air France, sum Atlantsflog eisini hevur við KLM, sum millum annað hevur við sær, at tað verður lættari at flúgva via París og víðari út í heim við einum ferðaseðli. Millum annað tí er ferðamálið París eisini størsta rutusatsningin hjá Atlantsflogi í nýggjari tíð, sigur Jóhanna á Bergi. Hon vísur á, at fólk kunnu bíleggja slíkir samanhangandi ferðaseðlar á ymsum leitiskipanum, sum millum annað Momondi. Men Atlantsflog arbeiðir við at menna hesir møguleikar og upplýsa um teir, sigur Jóhanna á Bergi. Hon sigur, at Atlantsflog leggur seg eftir at bjóða alsamt fleiri rutir og betri samband víðari út í heim, millum annað orsakað av kappingini við SAS, sum eisini hevur nógvar rutir úr Keypmannahavn til ferðamál í Evropa og longri úti í heimi. Niels Uni Dam, pápi, er ein teirra, sum hevur gjørt vart við seg á facebook. Hann minnir á, at støðan í 80 unum var munandi verri, enn hon er í dag. Landsverk átti at ansað betur eftir pengunum, tá skúladepilin við Marknagil varð bygdur. Løgmaður hevur reinsað aðalstjórarnar í Samferðslumálaráðnum og í Mentamálaráðnum. Men, stendur í frágreiðingini hjá Løgmansskrivstovnuni, sum kom í gjár, Landsverk hevði ein stjóra, hvørs fakligu førleikar og royndir áttu at havt við sær, at hann var fult førur fyri átaka sær uppgávuna at skipa arbeiðið á Landsverki á nøktandi hátt. Afturat sær hevði stjórin á Landsverki starvsfólk við viðkomandi førleikum til at síggja til, at tamarhald var á penganýtsluni og fíggjarstýringini í sambandi við verkætlanina at byggja skúladepil við Marknagil, stendur í frágreiðingini hjá løgmanni. Har stendur eisini, at alt bendir á, at meirnýtslan uttan heimild hendi stutt áðrenn, skúladepilin varð tikin í brúk í august í fjør. Tað tykist eisini vera semja um, at meirnýtslan í høvuðsheitum skyldast, at manglar vóru í prosjektinum, at samsvar ikki var millum arbeiðstekningar, arbeiðsfrágreiðingar og tilboðslistarnar, og, at nógvir feilir vóru í byggingini, sum máttu rættast. Men Landsverk upplýsti tvørturímóti í øllum tíðarskeiðinum, fram til oktober 2018, at játtanin til byggingina fór at halda, stendur í frágreiðingini hjá Løgmansskrivstovuni. Sambært Landsverki bar ikki til at staðfesta fíggjarligu avleiðingarnar fyrr enn í september og oktober 2018. Skúladepilin við Marknagil kostaði stjóranum í Landsverki, Ewaldi Kjølbro, starvið. Landsverk ætlar at fáa semju við høvuðsráðgevan í sambandi við, at skúladepilin við Marknagil er bygdur. Høvuðsráðgevin er danska fyritøkan hjá arkitektinum Bjarke Ingels, BIG eitur fyritøkan. Løgmansskrivstovan tosaði við Landsverk 21.juni um skúladepilin. Á tí fundinum upplýsti Landsverk, at í næstum verður fundur við BIG, fyri at fáa greiðu á, um til ber at enda málið við semju. Upplýst varð eisini, at einki formligt krav er latið BIG um endurgjald fyri manglar í ráðgevingini hjá BIG, verður sagt í frágreiðingini hjá Løgmansskrivstovuni, sum kom í gjár. Har stendur eisini, at Landsverk upplýsti, at fíggjaryvirlitið hjá Landsverki 31. juli í fjør vísti, at 587 milliónir krónur vóru brúktar av játtanini til skúladepil við Marknagil. Av tí at starvsfólk hjá Landsverki sum skilst hvørt í sínum lagi gjørdu avtalur um arbeiði og ikki høvdu tíð at skráseta hesar avtalur í fíggjarstýringarskipanina, misti Landsverk yvirblikkið, og einki tamarhald var tí á fíggjarstýringini, stendur í frágreiðingini hjá Løgmansskrivstovuni. Sambært leiðsluni, sum nú er á Landsverki, er líkt til, at flestu avtalurnar, sum gjørdu, at peningur varð brúktur, sum ikki var játtaður, vórðu gjørdar frá mai 2018 og nakrar mánaðir fram. Afturat kirkjuligu tænastuni í kirkjusóknunum, skal stiftspresturin fara um og fakliga menna fyrisitingarliga partin av gudfrøðini, miðla fakliga kunning, vera við í liturgiskum arbeiði og vera mentor hjá nýggjum prestum. Sóknarpresturin har, Jóannes Purkhús, lesur í Týsklandi til doktara í gudfrøði. Emil Olsen var sóknarprestur á Eiði í 35 ár. Jonhard Jógvansson er nú sóknarprestur á Eiði. Málskjúttar Elias Ellefefsen á Skipagøtu 6 mál Baldur Gillason 4 mál Pauli Mittún 3 mál Janus Dam Djurhuus 3 mál Hákun West av Teigum 3 mál Bogi Hansen 1 mál Viktor Gaini 1 mál Ovi L Lützen 1 mál Úrslitini higartil Norra Føroyar 22 32 Ísrael Estland 26 20 Spania Georgia 33 21 Georgia Ísrael 26 29 Spania Føroyar 27 31 Norra Estland 27 18 Georgia Norra 13 26 Føroyar Estland 22 11 Spania Ísrael 32 13 Støðan 1.Føroyar 3.dystir 6 stig 2.Spania 3 dystir 4 stig 3.Norra 3 dystir 4 stig 4.Ísrael 3 dystir 4 stig 5.Estland 3 dystir 0 stig 6.Georgia 3 dystir 0 stig Veitingarskipið Sjóborg fer aftur í vinnu í morgin. Sjóborg bar fyri trimum vikum síðani við oljuboripallin Statfjord A í Norðsjónum. 276 fólk vóru á Statfjord A, sum oljufelagið Equinor, gamla Statoil, eigur. Fólkini vórðu flutt av pallinum, men tey vórðu flutt um borð aftur tveir dagar seinni. Sjóborg arbeiddi fyri Statfjord A og var í ferð við at geva pallinum vatn, tá óhappið hendi. Sjóborg hevur sáttmála við Equinor til 2022, og skipið heldur fram at arbeiða eftir tí sáttmálanum, nú tað er umvælt. Sambært sáttmálanum rindar Skansi Offshore fyri at umvæla Sjóborg, og Equinor fyri at umvæla oljupallin, sigur Jens Meinhard Ramussen, stjóri í Skansanum Offshore. Ein kanning verður gjørd um óhappið, men hon verður ikki liðug fyrr enn í september. Skansi Offshore eigur Sjóborg, sum nú liggur í Stavanger. Í gjár komu nýggjar reglur í gildi fyri elbilar, sum áleggja framleiðarunum at seta larm skipan í bilarnar, so teir hoyrast betri, enn teir gera nú. Talan verður um motorljóð sum er 56 decibel, og sum skal ljóða, tá bilurin koyrir minni enn 20 kilometrar t, og tá hann bakkar, sum ávaring til fólk, sum ikki eru í einum akfari. Nýggju reglurnar eru bara galdandi fyri nýggjar elbilar. Bilar, sum longu eru á marknaðinum, fáa longri freist og skulu hava slíka útgerð í í seinasta lagi 1. juli 2021. Í Føroyum eru tilsamans 177 eldrivin akfør sambært nýggjastu tølunum hjá Akstovuni 148 persónbilar, 20 prutl, átta vøruvognar og ein motorsúkkla. Tilsamans var umsetningurin hjá Airbnb í 30 teimum mest vitjaðu londunum 655 milliardir krónur í fjør. Talan er um pengar, sum fara beinleiðis til handlar og fyritøkur og tey sum leiga út til Airbnb. Kanningin, sum Airbnb hevur almannakunngjørt, byggir á spurningar, ið eru settir 237.000 vertum og vitjandi, og á uppgerðir, sum fyritøkan sjálv hevur. Kanningin vísir, at fjórðihvør vitjandi í Danmark er dani, meðan tríggir eru úr øðrum londum. Tey nýta í miðal 925 krónur har sum tey búgva og handla. Níggju av 10 vitjandi hava upplýst fyri Airbnb, at tað er bíligari at gista hjá teimum, enn á vanligum gistingarhúsum. Av tí sama hava tey ráð at nýta fleiri pengar til hugna og keyp á ferðini, stendur í uppgerðini hjá Airbnb. Undir yvirskriftini Molar til Sandoynna um menningarkvotubýtið leggur Páll á Reynatúgvu, tingformaður og tingmaður úr Sandoynni eftir Høgna Hoydal, floksformanni og landsstýrismanni í fiskivinnumálum. Nú úrslitið fleiri mánaðir ov seint verður kunngjørt, er vónbrotið stórt, tí Sandoyggin aftur bert fekk molarnar av Høgnasa borði, skrivar P ll á Reynatúgvu og leggur ikki fingrarnar ímillum. Tann skaði, ið manglandi evnini hjá landsstýrismanninum at avgreiða mál hevur gjørt á okkara einaferð so stolta flokk, er ringur at spáa um. Sandoyar Tjóðveldisfelag hevur heitt á meg um at stilla upp til Løgtingsvalið, og eg havi avgjørt at játta. Flokkurin hevur tørv á eini mótvekt til tað linju, ið verandi leiðsla hevur lagt. Avgreiðslan, og útlutanin av menningarkvotunum, er enn eitt tekin um tað. Fyrrapartin boðaði Fiskimálaráðið frá, at seks menningarkvotur verða latnar hesaferð, og tær fella í Suðuroynni og í Sandoynni. Tey, sum fáa eru hesi P F Thor og P F Sandoy Seafood fáa 500 tons av makreli og 1.000 tons av sild. P F Vørðustíggjur Eysturbúgvin fær 500 tons av makreli og 1.000 tons av sild. P F North Atlantic Seafood fær 5.500 tons av svartkjafti P F TG Fish, P F Steintór og P F Jókin fáa 4.711 tons av svartkjafti, 1.259 tons av makreli og 2.000 tons av sild. P F Defa fær 1.500 tons av svartkjafti, 500 tons av makreli og 195 tons av sild P F Delta Seafood fær 400 tons av makreli og 500 tons av sild. Øll áramálini eru eitt ár. Tað hevur metingarnevndin mælt til, og landsstýrismaðurin avgjørdi at fylja tilmælinum. Í tí sambandi bóðu vit Páll Vesturbú, stjóra í Neti, í útvarpsstovuna at greiða frá, hvussu gongur við arbeiðinum, sum fer at taka fleiri ár. Sveisiska Diane Seda var bæði skelkað og ráðaleys, tá hon vaknaði á báti sínum í Vágsbotni sunnumorgunin, tí aldur skolaðu bátin upp á keiina og niðuraftur. Tað fyrsta fólk hugsaðu var, at tað mundi vera ein tsunami av jarðskjálvta ella omanlopi til havs. Men so var ikki. Talan var um lágtrýst. Eftir drúgva bíðitíð er greitt, at einans tríggjar íbúðir eru tøkar til tey, ið hava bráðfeingistørv og verða skrivaði upp hjá tí almenna. Tríggjar íbúðir til bráðfeingistørvin er ikki nóg mikið. Tað sigur Sólmai Danielsen, sum í eitt ár hevur leitað eftir varðandi bústaði. Í morgin spælir U17 liðið síðstu dystirnar í bólkaspælinum. Føroyar spæla ímóti Georgia klokkan 09.45, og ímóti Ísrael klokkan 15.30. Sandoyggin og Suðuroyggin fáa menningarkvoturnar, ið nú eru latnar, fýra mánaðir eftir umsóknarfreistina. Av teimum 37, ið søktu um menningarkvotu í ár, hava seks fingið játtandi svar. Kim Wilde varð tann kvinnuligi, enski solisturin, sum í 80 unum seldi flest útgávueintøk. Henda Tema og sjálvheitispláta varð send í fyrstu Plátubarrini vetrarhálvuna 2017 18, tann 14.10.17. Útgávan brýtur frá tí hon hevði givið út fyrr í 80 unum, men persónliga var Linnet eisini byrjað eitt nýtt framhald var við barn, stutt síðan skild, og hevði kastað saman við aðrari kvinnu. Fyrru helvt av fýrsunum var jazzsangarin Al Jarreau rættiliga popputur. Vit minnast Al Jarreau, sum doyði tann 12. feb. 2017, við hesari útgávu, ið er nógv merkt av souli og funki. Freddie Mercury doyði seinni sama ár, so henda plátan verður mett sum hansara svanasangur, tó ein onnur, Made in Heaven , kom eftir deyða hansara, men talan var um partvíst nýtt og endurinnspælt, gamalt tilfar. Innuendo fekk misjavna móttøku, serliga hjá ummælarunum, men er við árunum vaksin í metum. Trý fýra av løgunum vóru ein roynd at endurfinna nakað av tí sama harð rokkinum, sum bólkurin hevði í sjeytiárunum, meðan onnur løg eru rættiliga friðarlig. Talan var eisini um seinnu útgávuna við John Wetton, ið vit kenna frá Asia, á bassi. Ummælini vóru ikki tey bestu, men í Føroyum hevur hetta verið ein av teimum nógv spældu plátunum hjá Uriah Heep útvarpið spælir framvegis javnan lagið Weep in Silence . Beint eftir almenna álopið hjá Pálli á Reynatúgvu á sín egna floksformann kom Høgni Hoydal í útvarpsstovuna at viðmerkja stríðsmálið. Hetta eru alt ov hvøss orð at brúka í einum slíkum máli, sigur Høgni Hoydal, sum fer eitt taka eitt álvarsprát við Páll á Reynatúgvu. Stutt eftir, at Høgni Hoydal, landsstýrismaður hevði kunngjørt, hvør fær ársins menningarkvotur, legði Páll á Reynatúgvu eftir sínum floksformanni á facebook. Undir yvirskriftini, Molar til Sandoynna , skrivar hann, at Høgni Hoydal manglar evnini at avgreiða mál, at hann brúkar metingarnevndina sum politiskt skálkaskjól, og at hann sjálvur nú ætlar at stilla upp til løgtingsval sum mótvekt til formannin og hansara leiðslu av flokkinum. Hann leggur afturat á sínum facebook vanga, at roknast skal ikki við knæfalli frá sínari síðu. Trýst á pílin og hoyr um opna stríðið í Tjóðveldi, nú løgtingsval stendur fyri durum, og samrøðuna við Høgna Hoydal, formann í Tjóðveldi og landsstýrismann í fiskivinnumálum Føroyska U17 landsliðið í hondbólti spælir tveir dystir í dag, sum eru teir síðstu í innleiðandi bólkaspælinum í European Open í Gøteborg. Tað er greiður fyrimunur at vinna innleiðandi bólkin, tí nummar eitt fær tvey stig við sær í nýggja bólkin, meðan nummar tvey einki fær við sær. Støðan í Bólki C 1.Føroyar 3.dystir 6 stig 2.Spania 3 dystir 4 stig 3.Norra 3 dystir 4 stig 4.Ísrael 3 dystir 4 stig 5.Estland 3 dystir 0 stig 6.Georgia 3 dystir 0 stig Ongland var tó ógvuliga nær við at javna til 2 2, tí tá tíggju minuttir vóru eftir misnýtti liðskiparin, Stephanie Houghton, brotsspark. Tær hava vunnið kappingina tríggjar ferðir 1991,1999 og 2015 og fýra ferðir hava tær vunnið antin silvur ella bronsu 1995,2003,2007 og 2011 . HM í kvinnufótbólti varð fyrstu fer spælt í 1991. Einki annað land hevur vunnið so ofta sum USA. USA 3 ferðir 1991,1999,2015 Týskland 2 ferðir 2003,2007 Norra 1 ferð 1995 Japan 1 ferð 2011 Oyggjaleikirnir á Gibraltar verða settir leygardagin 6. juli og halda fram til fríggjadagin 12. juli. Tí senda vit hesa vikuna eina samrøðu um dagin, við eitt ítrottarfólk, sum er við á Oyggjaleikunum 2019. Føroyska U17 landsliðið í hondbólti hevur tryggjað sær fyrsta plássið í Bólki C í European Open kappingini, sum verður spæld í Svøríki. Stendur á jøvnum í stigum eru innanhýsis dystirnir avgerandi. Føroyar hava vunnið á bæði Spania og Norra, og tí kunnu tey ikki fáa Føroyar aftur á ovasta plássi. Bólkasigurin hevur við sær, at Føroyar fáa tvey stig við sær miðumfari, har teir fara í bólk saman við trimum øðrum londum. Vinnarin av tí bólkinum skal spæla finalu. Støðan í bólki C 1.Føroyar 4.dystir 8 2.Spania 4.dystir 6 3.Norra 4.dystir 6 4.Ísrael 4.dystir 4 5.Georgia 4.dystir 0 6.Estland 4.dystir 0 Maðurin noktar seg sekan í øllum ákærum, men viðgongur tó at hava verið harðligur, men tó langt frá tí so harðligur, sum ákæruritið sigur. Maðurin er ákærdur fyri at hava neyðtikið eina kvinni í einum kliva á Norrønu eina februarnátt í 2017 og eina kvinnu í einari íbúð í Havn eina marsnátt í 2018. Og hann er ákærdur fyri at senda henni tvær vinarumbønir á snapchat eina oktobernátt í fjør, hóast hann hevði fingið løgbann, tilhald, fyri at seta seg í samband við hana. Útlendingar, sum koma til Føroya at búgva, skulu hava lokið prógv á einum føroyskum mál og samfelagsskeiði fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi her. Í vetur fekst semja við donsku stjórnina um at flyta ein stóran part av umsitingini av uppihaldsloyvum í útlendingalógini á føroyskar hendur. Í avtaluni við danir varð ásett, at føroyskir myndugleikar í løgtingslógini um integrasjón kunnu seta sum treyt fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum, at útlendingar hava tætt tilknýti til Føroyar. Undan dystinum var greitt, at tað var ikki stórvegis upp á spæl, tí Føroyar høvdu tryggjað sær fyrsta plássið, meðan Ísrael ikki kundi koma víðari. Pauli Jacobsen, Pauli Mittún, Hákun West av Teigum og Elias á Skipagøtu, sum hava verið mest eyðsýndu spælararnir hjá Føroyum í kappingini, vóru ikki á vøllinum. Føroyar endaðu ovast í Bólki C, og fáa tí tvey stig við sær í miðumfarið, har Føroyar skulu spæla ímóti Hvítarusslandi, Slovakia og Spania. Vinnarin av bólkinum fer í finaluna. Føroyar spæla ímóti Ungarn, sum bleiv nummar tvey í bólki D, klokkan 09.30. Og klokkan 14.45 spæla Føroyar ímóti Hvítarusslandi, sum vann bólk D. Kendastu løgini eru If I Could Turn Back Time og Just Like Jesse James , men eisini onnur eru fangandi. Talan er um 19. útgávuna hjá kvinnuni, sum bleiv kend í 1965, tá hon og Sonny Bono sungu I Got You Babe . Temaplátan er tann seinasta uppruna LP plátan hjá Gasolin á donskum máli. Upptøka var í september 77 við útgávu í november 77. Enski framleiðarin, Roy Thomas Baker, var ikki við hesaferð. Til dømis legði hann Gas 5 og Efter Endnu En Dag upptøkurnar til rættis fyri Gasolin , og eisini aðrar. Tom Petty fór frá okkum í heyst og í tí sambandi heiðra vit sangaran, hvørs íkast til hetta slagið av amerikanskum rokki ikki liggur eftir. Í gjár tryggjaðu Føroyar sær fyrsta plássið í bólki C. Hvíldin hevur tó verið avmarkað, tí longu í morgun skulu føroysku spælararnir aftur á vøllin. Hildigarð Djurhuus Hansen elskar djór. Hon elskar øll djór. Hon elskar eisini djór hjá øðrum. Tí var eisini upplagt at hava djóraansing í heiminum í Morskranesi. Oyggjaleikirnir á Gibraltar verða settir leygardagin 6. juli og halda fram til fríggjadagin 12. juli. Tí senda vit hesa vikuna eina samrøðu um dagin, við eitt ítrottarfólk, sum er við á Oyggjaleikunum 2019. Føroyar Hvítarussland 32 21 19 9 Elias Ellefsen á Skipagøtu 11 mál Hákun West av Teigum 6 mál Janus Dam Djurhuus 4 mál Pauli Mittún 3 mál Rói Ellefsen á Skipagøtu 3 mál Viktor Gaini 2 mál Sveinur Olafsson 2 mál Bogi Hansen 1 mál Oyggjaleikirnir á Gibraltar verða settir leygardagin 6. juli og halda fram til fríggjadagin 12. juli. Tí senda vit hesa vikuna eina samrøðu um dagin, við eitt ítrottarfólk, sum er við á Oyggjaleikunum 2019. Tað byrjaði klokkan fimm seinnapartin, tá Sjóbjargingarstøðin, MRCC, fekk boð frá einari kajakk, sum var komin í trupulleikar norður úr Ennibergi. Eins og á Súluni, sum nú er seld fyri 200.000 krónur, hevur Spógvin síðani 1.apríl bara brúkt manning, sum longu er í umfari hjá Strandfaraskipum landsins. Eingin serstøk setan hevur verið til Spógvan. Heðin Mortensen, landsstýrismaður, hevur svarað Bill Justinussen, løgtingsmanni, sum spurdi um Hestleiðina og um Strandferðsluna yvirhøvur. Keyptir viðlíkahaldstímar úr landi til Teistan eru færri, og viðlíkahaldsarbeiði um náttina er fyri ein stóran part burtur, tí Teistin siglir færri túrar í Hest. Umhvørvisstovan hevur biðið um viðmerkingar um, hvussu vindmyllurnar hjá smápartafelagnum Vindrøkt vestan fyri Gellingarklett í Hoyvíkshaganum fara at ávirka umhvørvið. Elveitingarlógin sigur, at felag, sum ætlar at gera streym, skal gera eina umhvørvisárinsmeting, sum Umhvørvisstovan skal góðkenna. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum skuldi brúkt sítt politiska vald til at givið Sandoynni sín stóra part av menningarkvotunum. Tað byrjaði við einum lesarabrævi, har Páll á Reynatúgvu undir yvirskriftini Molar til Sandoynna fanst hvassliga at, hvussu Høgni Hoydal hevur býtt út menningarkvoturnar fyri 2019. Hóast Høgni Hoydal royndi at sissa sín tingmann, so stendur Páll á Reynatúgvu við sítt. Umframt at finnast hvassliga at drúgvu viðgerðartíðini tað tók metingarnevndini og Fiskimálaráðnum meira enn fýra mánaðir at svara so eftirlýsir Páll á Reynatúgvu, at landsstýrismaðurin tekur avgerðir og brúkar sítt politiska vald til at býta út menningarkvotur til økið, sum hevur mest brúk fyri tí. Tað vil siga Sandoynni. Thor og Sandoy Seafood fingu hesaferð 500 tons av makrelkvotu og 1000 tons av sildakvotu, og somu nøgd fekk reiðaríið Vørustíggjur, sum eigur Eysturbúgvan. Í báðum førum er talan um eitt ára kvotur. Fyri ikki at órógva støðuna hjá møguligum umsøkjarum úr Sandoynni valdi eg at tiga í fjørheyst, tá bert nøkur tons av menningarkvotu endaðu í Sandoynni. Menningarkvoturnar gjørdu tó góðan mun aðrastaðni í landinum, har ferðasambandið ikki avmarkar arbeiðsmøguleikarnar. Tað kom uttan iva væl við har, og væl gangist teimum. Spenningurin var tí ikki ongin hesu ferð í sambandi við útlutingina av menningarkvotunum. Eg visti, at umsøkjarar úr Sandoynni høvdu fyrireikað seg væl, og umfatandi ætlanir eru á borðinum. Ætlanir, ið kundu lyft økið aftur, so sum ætlanin við menningarkvotunum er. Hesir umsøkjarar hava bíðað í spenningi, meðan landsstýrismaðurin í onkrum slagi av atgerðarloysi enn einaferð læt vinnuna bíða eftir sær. Nú úrslitið fleiri mánaðir ov seint verður kunngjørt, er vónbrotið stórt, tí Sandoyggin aftur bert fekk molarnar av Høgnasa borði. Freistandi er at halda at metingarnevndin er polittiska skálkaskjólið hjá landsstýrismanninum. Eg havi til tað síðsta vónað, at Sandoyggin fekk ein lítlan møguleika aftur at gera seg galdandi á fiskivinnuøkinum. Men við smáum molum, ið einans eru galdandi fyri eitt ár, er torført at byggja nakað varandi upp. Uttan mun til hvør ið fingið hevur molarnar. Tann skaði, ið manglandi evnini hjá landsstýrismanninum at avgreiða mál hevur gjørt á okkara einaferð so stolta flokk, er ringur at spáa um. Sandoyar Tjóðveldisfelag hevur heitt á meg um at stilla upp til Løgtingsvalið, og eg havi avgjørt at játta. Flokkurin hevur tørv á eini mótvekt til tað linju, ið verandi leiðsla hevur lagt. Avgreiðslan, og útlutanin av menningarkvotunum, er enn eitt tekin um tað. Vit eru helst fleiri, sum av og á summi við jøvnum millumbilum hugsa um, um tann lívsleiðin, vit tilivtað ella ótilvitað hava valt, er hin rætta Vit eru helst mong, sum hugsa var hetta tað lívið, eg sum barn og ung droymdi um at liva, ella eri eg so langt burtur frá tí dreyminum, at eg ikki kenni meg aftur Tey flestu av okkum eru helst bangin fyri at fremja slíkar víðgongdar lívsbroytingar, ein slík lívsleiðsbroyting krevur, tí sum kunnugt vita vit, hvat vit hava, men ikki, hvat vit fáa. Tí viðhvørt tekur okkurt annað yvir, og vit verða tvungin at fara í aðra ætt, út á aðrar leiðir. Hvat hetta annað er, er sera ymiskt frá fólki til fólk. Fyri summi er tað ein kreppa, fyri onnur er tað eitt náttúrligt skifti, sum hevur ligið og durva og bíða eftir at tíðin var búgvin. Í átta sendingunum fara vit á ferð gjøgnum lívið hjá fýra kvinnum, sum á ymiskan hátt og av ymiskum orsøkum hálsaðu um og broyttu kós í lívinum. Fýra kvinnur, sum valdu at at ganga aðrar leiðir, enn tær høvdu gingið áður, tí har, tær gingu, var av ymiskum orsøkum ikki farbart. Hvør av hesum fýra kvinnum, lata í tveimum sendingum hvør dyrnar upp fyri teim orsøkum, ið høvdu við sær, at lívskós teirra varð broytt. Tær greiða okkum frá, hvussu tað kendist at taka avgerðina um at fremja hesar broytingar, hvussu broytingin varð framd, um óttar og ivamál í mun til at tora at fremja broytingarnar, og um hvørjar avleiðingar lívsleiðsskiftini høvdu fyri tær, og um lív teirra eftir at kósin varð broytt. Í hesi fyrstu sending av átta við heitinum, Lívsleiðsskiftið frá sjúkrarøkt og leiðslu til NLP venjara, hitta vit Monu Mariu úr Fugloy, sum upprunaliga varð útbúgvin og starvaðist sum sjúkrarøktarfrøðingur og leiðari í mong ár, til ógvuslig strongd hevði við sær, at hon skifti lívsleið. Vit eru helst fleiri, sum av og á summi við jøvnum millumbilum hugsa um, um tann lívsleiðin, vit tilivtað ella ótilvitað hava valt, er hin rætta Vit eru helst mong, sum hugsa var hetta tað lívið, eg sum barn og ung droymdi um at liva, ella eri eg so langt burtur frá tí dreyminum, at eg ikki kenni meg aftur Tey flestu av okkum eru helst bangin fyri at fremja slíkar víðgongdar lívsbroytingar, ein slík lívsleiðsbroyting krevur, tí sum kunnugt vita vit, hvat vit hava, men ikki, hvat vit fáa. Tí viðhvørt tekur okkurt annað yvir, og vit verða tvungin at fara í aðra ætt, út á aðrar leiðir. Hvat hetta annað er, er sera ymiskt frá fólki til fólk. Fyri summi er tað ein kreppa, fyri onnur er tað eitt náttúrligt skifti, sum hevur ligið og durva og bíða eftir at tíðin var búgvin. Átta sendingar Í átta sendingunum fara vit á ferð gjøgnum lívið hjá fýra kvinnum, sum á ymiskan hátt og av ymiskum orsøkum hálsaðu um og broyttu kós í lívinum. Fýra kvinnur, sum valdu at at ganga aðrar leiðir, enn tær høvdu gingið, tí har, tær gingu áður, var av ymiskum orsøkum ikki farbart. Hvør av hesum fýra kvinnum, lata í tveimum sendingum hvør dyrnar upp fyri teim orsøkum, ið høvdu við sær, at lívskós teirra varð broytt. Tær greiða okkum frá, hvussu tað kendist at taka avgerðina um at fremja hesar broytingar, hvussu broytingin varð framd, um óttar og ivamál í mun til at tora at fremja broytingarnar, og um hvørjar avleiðingar lívsleiðsskiftini høvdu fyri tær, og um lív teirra eftir at kósin varð broytt. Í aðru sending av átta við heitinum, Lívsleiðsskiftið frá sjúkrarøkt og leiðslu til NLP venjara, hitta vit NLP venjaran, Monu Mariu úr Fugloy, sum upprunaliga varð útbúgvin og starvaðist sum sjúkrarøktarfrøðingur og leiðari í mong ár, til ógvuslig strongd hevði við sær, at hon skifti lívsleið, og varð útbúgvin NLP venjari. Føroyar vóru aftanfyri 4 7, tá tíggju minuttir vóru farnir, men vendu skjótt gongdini og lótu ongantíð ungverjar fáa leiðsluna aftur. Útvarpstíðindini fingu orðið á annan av venjarunum, Julian Johansen, tá finaluplássið var tryggjað. Skúladepilin í Marknagili kostaði fleiri 100 milliónir meira enn ætlað og var 5 ár seinkaður. Sendingin Glasir fer heilt aftur til 2008, tá fyrsta verklagslógin fyri skúladepilin í Marknagili varð samtykt, fyri at fáa greiðu á, hví tilgongdin gjørdist so ruðuleikakend og hvar meirkostnaðurin kom frá. Sendingin varpar ljós á viðurskifti, sum ikki hava verið lýst fyrr, og sum hava havt stóra ávirkan á gongdina í byggjarínum. Lagt til rættis Marjun Dalsgaard. Vit eru helst fleiri, sum av og á summi við jøvnum millumbilum hugsa um, um tann lívsleiðin, vit tilivtað ella ótilvitað hava valt, er hin rætta Vit eru helst mong, sum hugsa var hetta tað lívið, eg sum barn og ung droymdi um at liva, ella eri eg so langt burtur frá tí dreyminum, at eg ikki kenni meg aftur Tey flestu av okkum eru helst bangin fyri at fremja slíkar víðgongdar lívsbroytingar, ein slík lívsleiðsbroyting krevur, tí sum kunnugt vita vit, hvat vit hava, men ikki, hvat vit fáa. Tí viðhvørt tekur okkurt annað yvir, og vit verða tvungin at fara í aðra ætt, út á aðrar leiðir. Hvat hetta annað er, er sera ymiskt frá fólki til fólk. Fyri summi er tað ein kreppa, fyri onnur er tað eitt náttúrligt skifti, sum hevur ligið og durva og bíða eftir at tíðin var búgvin. Í átta sendingunum fara vit á ferð gjøgnum lívið hjá fýra kvinnum, sum á ymiskan hátt og av ymiskum orsøkum hálsaðu um og broyttu kós í lívinum. Fýra kvinnur, sum valdu at at ganga aðrar leiðir, enn tær høvdu gingið áður, tí har, tær gingu, var av ymiskum orsøkum ikki farbart. Hvør av hesum fýra kvinnum, lata í tveimum sendingum hvør dyrnar upp fyri teim orsøkum, ið høvdu við sær, at lívskós teirra varð broytt. Tær greiða okkum frá, hvussu tað kendist at taka avgerðina um at fremja hesar broytingar, hvussu broytingin varð framd, um óttar og ivamál í mun til at tora at fremja broytingarnar, og um hvørjar avleiðingar lívsleiðsskiftini høvdu fyri tær, og um lív teirra eftir at kósin varð broytt. Vit fara á vitjan hjá Duritu Holm, sum býr í lítlu bygdini, Monachill, sum liggur í føgrum dali 8 kilometurs fjarstøðu frá býnum Grananda. Durita, sum valdi at flyta frá Noregi til Monachil í Spania fyri góðum 19 árum síðan eigur tvær døtur, 21 ára gomlu Freyu, sum býr í Noregi, har hon lesur, og átta ára gomlu Leu. Durita er upprunaliga útbúgvin fólkalívsfrøðingur, men ein avbjóðandi hending, ein lívkreppa, í lívi hennara hevði við sær, at hon broytti kós, og í dag tekst hon einamest við meditatión og mindfullness, og er við at útbúgva seg innan økið við lærda háskúlal, Barclay í USA, og virkar eisini sum meditatiónslæarari. Vit eru helst fleiri, sum av og á summi við jøvnum millumbilum hugsa um, um tann lívsleiðin, vit tilivtað ella ótilvitað hava valt, er hin rætta Vit eru helst mong, sum hugsa var hetta tað lívið, eg sum barn og ung droymdi um at liva, ella eri eg so langt burtur frá tí dreyminum, at eg ikki kenni meg aftur Tey flestu av okkum eru helst bangin fyri at fremja slíkar víðgongdar lívsbroytingar, ein slík lívsleiðsbroyting krevur, tí sum kunnugt vita vit, hvat vit hava, men ikki, hvat vit fáa. Tí viðhvørt tekur okkurt annað yvir, og vit verða tvungin at fara í aðra ætt, út á aðrar leiðir. Hvat hetta annað er, er sera ymiskt frá fólki til fólk. Fyri summi er tað ein kreppa, fyri onnur er tað eitt náttúrligt skifti, sum hevur ligið og durva og bíða eftir at tíðin var búgvin. Átta sendingar Í átta sendingunum fara vit á ferð gjøgnum lívið hjá fýra kvinnum, sum á ymiskan hátt og av ymiskum orsøkum hálsaðu um og broyttu kós í lívinum. Fýra kvinnur, sum valdu at at ganga aðrar leiðir, enn tær høvdu gingið áður, tí har, tær gingu, var av ymiskum orsøkum ikki farbart. Hvør av hesum fýra kvinnum, lata í tveimum sendingum hvør dyrnar upp fyri teim orsøkum, ið høvdu við sær, at lívskós teirra varð broytt. Tær greiða okkum frá, hvussu tað kendist at taka avgerðina um at fremja hesar broytingar, hvussu broytingin varð framd, um óttar og ivamál í mun til at tora at fremja broytingarnar, og um hvørjar avleiðingar lívsleiðsskiftini høvdu fyri tær, og um lív teirra eftir at kósin varð broytt. Vit fara á vitjan hjá Duritu Holm, sum býr í lítlu bygdini, Monachill, sum liggur í føgrum dali 8 kilometurs fjarstøðu frá býnum Grananda. Durita, sum valdi at flyta frá Noregi til Monachil í Spania fyri góðum 19 árum síðan eigur tvær døtur, 21 ára gomlu Freyu, sum býr í Noregi, har hon lesur, og átta ára gomlu Leu. Durita er upprunaliga útbúgvin fólkalívsfrøðingur, men ein avbjóðandi hending, ein lívkreppa, í lívi hennara hevði við sær, at hon broytti kós, og í dag tekst hon einamest við meditatión og mindfullness, og er við at útbúgva seg innan økið við lærda háskúlal, Barclay í USA, og virkar eisini sum meditatiónslæarari. You re In My Heart , I Was Only Joking , og Hot Legs er kend løg frá hesum album. Av øðrum kann nevnast ein endurinnspæling av You Keep Me Hangin On , sum The Superemes høvdu frammi í sekstiárunum. Næstan allur heimurin tók beinenvegin undir við enska Wham, og hóast næsta útgávan, Make It Big , var stóra gjøgnumbrotið í USA, keyptu amerikanarar kortini eini 500.000 eintøk av hesari fyrru Fantastic . Eye in the Sky og Old og Wise eru kendastu avrikini, men sum heild er plátan góð. Hon er rættiliga mjúk, tó brýtir hon frá í støðum, til dømis er lagið Silence og I nærum eitt klassiskt stykki við fullmannaðum symfoniorkestri. KÍ vann 4 0, og er tí farið víðari í kappingini við samanløgdum 9 1 sigri, sum er tað mesta nakað føroyskt lið hevur vunnið við í evropeiskari kapping. Hálvleiksstøðan var 3 0 til KÍ. Málini skoraðu Jóannes Bjartalíð, Jonn Johannesen og Patrik Johannesen. Í seinna hálvleiki økti Jóannes Kalsø Danielsen til 4 0. Í komandi viku gongur leiðin til Litavia har mótstøðuliðið er Riteriai. Fyrri dysturin verður spældur 11.juli á útivølli. Heimadysturin verður á Svangaskarði 18.juli Runavíkingar skuldu royna at venda 0 2 tapinum fyri Ballymena í fyrra dystinum í Norðurírlandi, tá teir fóru á vøllin á Svangaskarði. Tað eydnaðist ikki, tí hóast NSÍ var spælstýrandi og hevði nógv flest málmøguleikar, so endaði dysturin 0 0, og tískil vann Ballymena samanlagt 2 0. Henda New wave pláta eftir Blondie var fremst á hittlistanum í Bretlandi, júst sum útgávan undan henni Paralell Lines. Mike Chapman Framleiddi. Tónleikurin í filminum er samansettur, nýggj løg og gamlir poppsangir frá umleið 1960, tí søgan í filminum gongur fyri seg í 1963. Talan er um ein klassikara, sum vit partvíst kenna aftur frá eitt nú Grease , har tann pena gentan og villi drongurin verða góð. Men Dirty Dancing søgan byggir á veruligar upplivingar hjá høvundinum. Kendastu nýggju løgini eru I ve Had The Time of My Life , og Hungry Eyes . Sangarin, Jarvis Cocker, verður mettur sum framúr góður tekstskrivari. Sum 15 ára gamal stovnaði hann Pulp og hevur øll árini verið høvuðsmaður. Different Class er ein tann týdningarmesta britpopp útgávan yvirhøvur. Byrjanin hjá Pulp var tó ein onnur, fyrsta úgávan kom í 1983, men gjøgnumbrotið var ikki veruleiki fyrr enn umleið 10 ár seinni. Vit eru helst fleiri, sum av og á summi við jøvnum millumbilum hugsa um, um tann lívsleiðin, vit tilivtað ella ótilvitað hava valt, er hin rætta. Vit eru helst mong, sum hugsa var hetta tað lívið, eg sum barn og ung droymdi um at liva, ella eri eg so langt burtur frá tí dreyminum, at eg ikki kenni meg aftur Tey flestu av okkum eru helst bangin fyri at fremja slíkar víðgongdar lívsbroytingar, ein slík lívsleiðsbroyting krevur, tí sum kunnugt vita vit, hvat vit hava, men ikki, hvat vit fáa. Tí viðhvørt tekur okkurt annað yvir, og vit verða tvungin at fara í aðra ætt, út á aðrar leiðir. Hvat hetta annað er, er sera ymiskt frá fólki til fólk. Fyri summi er tað ein kreppa, fyri onnur er tað eitt náttúrligt skifti, sum hevur ligið og durva og bíða eftir at tíðin var búgvin. Í átta sendingunum fara vit á ferð gjøgnum lívið hjá fýra kvinnum, sum á ymiskan hátt og av ymiskum orsøkum hálsaðu um og broyttu kós í lívinum. Fýra kvinnur, sum valdu at at ganga aðrar leiðir, enn tær høvdu gingið áður, tí har, tær gingu, var av ymiskum orsøkum ikki farbart. Hvør av hesum fýra kvinnum, lata í tveimum sendingum hvør dyrnar upp fyri teim orsøkum, ið høvdu við sær, at lívskós teirra varð broytt. Tær greiða okkum frá, hvussu tað kendist at taka avgerðina um at fremja hesar broytingar, hvussu broytingin varð framd, um óttar og ivamál í mun til at tora at fremja broytingarnar, og um hvørjar avleiðingar lívsleiðsskiftini høvdu fyri tær, og um lív teirra eftir at kósin varð broytt. Í komandi tveimum sendingunum í røðini, Lívsleiðsskiftið, hitta vit hárfríðkanarkvinnuna, Lis Helgadóttir, sum hevði altíð verið bitin og drigin av móta og mótaheiminum. Hon arbeiddi nógv, hevði hárfríðkanarstovu, børn, mann og hús livdi eitt litríkt og spennandi lív, sum koyrdi við fullari ferð. Men tilveran royndi at boða frá, at hon koyrdi ov hart á. Lis lurtaði tó ikki nóg væl eftir ávaringarlúðrinum, tí hon helt, at hon gjørdi tað, hon tímdi ordiliga væl, men endin var, at hon varð sjúkrameldað við strongd, og legðist í songina við tunglyndi. Men brádliga ein dagin kom eitt orð fram fyri hana. Eitt orð og eitt fyribrigdið, ið var henni fullkomuliga fremmant. Orðið var yoga, og hetta var byrjanin til eina langa og spennandi ferð, ið hevði stórar lívsbroytingar við sær. Vit eru helst fleiri, sum av og á summi við jøvnum millumbilum hugsa um, um tann lívsleiðin, vit tilivtað ella ótilvitað hava valt, er hin rætta Vit eru helst mong, sum hugsa var hetta tað lívið, eg sum barn og ung droymdi um at liva, ella eri eg so langt burtur frá tí dreyminum, at eg ikki kenni meg aftur Tey flestu av okkum eru helst bangin fyri at fremja slíkar víðgongdar lívsbroytingar, ein slík lívsleiðsbroyting krevur, tí sum kunnugt vita vit, hvat vit hava, men ikki, hvat vit fáa. Tí viðhvørt tekur okkurt annað yvir, og vit verða tvungin at fara í aðra ætt, út á aðrar leiðir. Hvat hetta annað er, er sera ymiskt frá fólki til fólk. Fyri summi er tað ein kreppa, fyri onnur er tað eitt náttúrligt skifti, sum hevur ligið og durva og bíða eftir at tíðin var búgvin. Í átta sendingunum fara vit á ferð gjøgnum lívið hjá fýra kvinnum, sum á ymiskan hátt og av ymiskum orsøkum hálsaðu um og broyttu kós í lívinum. Fýra kvinnur, sum valdu at at ganga aðrar leiðir, enn tær høvdu gingið áður, tí har, tær gingu, var av ymiskum orsøkum ikki farbart. Hvør av hesum fýra kvinnum, lata í tveimum sendingum hvør dyrnar upp fyri teim orsøkum, ið høvdu við sær, at lívskós teirra varð broytt. Tær greiða okkum frá, hvussu tað kendist at taka avgerðina um at fremja hesar broytingar, hvussu broytingin varð framd, um óttar og ivamál í mun til at tora at fremja broytingarnar, og um hvørjar avleiðingar lívsleiðsskiftini høvdu fyri tær, og um lív teirra eftir at kósin varð broytt. Í komandi tveimum sendingunum í røðini, Lívsleiðsskiftið, hitta vit hárfríðkanarkvinnuna, Lis Helgadóttir, sum hevði altíð verið bitin og drigin av móta og mótaheiminum. Hon arbeiddi nógv, hevði hárfríðkanarstovu, børn, mann og hús livdi eitt litríkt og spennandi lív, sum koyrdi við fullari ferð. Men tilveran royndi at boða frá, at hon koyrdi ov hart á. Lis lurtaði tó ikki nóg væl eftir ávaringarlúðrinum, tí hon helt, at hon gjørdi tað, hon tímdi ordiliga væl, men endin var, at hon varð sjúkrameldað við strongd, og legðist í songina við tunglyndi. Men brádliga ein dagin kom eitt orð fram fyri hana. Eitt orð og eitt fyribrigdið, ið var henni fullkomuliga fremmant. Orðið var yoga, og hetta var byrjanin til eina langa og spennandi ferð, ið hevði stórar lívsbroytingar við sær. Vit eru helst fleiri, sum av og á summi við jøvnum millumbilum hugsa um, um tann lívsleiðin, vit tilivtað ella ótilvitað hava valt, er hin rætta Vit eru helst mong, sum hugsa var hetta tað lívið, eg sum barn og ung droymdi um at liva, ella eri eg so langt burtur frá tí dreyminum, at eg ikki kenni meg aftur Tey flestu av okkum eru helst bangin fyri at fremja slíkar víðgongdar lívsbroytingar, ein slík lívsleiðsbroyting krevur, tí sum kunnugt vita vit, hvat vit hava, men ikki, hvat vit fáa. Tí viðhvørt tekur okkurt annað yvir, og vit verða tvungin at fara í aðra ætt, út á aðrar leiðir. Hvat hetta annað er, er sera ymiskt frá fólki til fólk. Fyri summi er tað ein kreppa, fyri onnur er tað eitt náttúrligt skifti, sum hevur ligið og durva og bíða eftir at tíðin var búgvin. Í átta sendingunum fara vit á ferð gjøgnum lívið hjá fýra kvinnum, sum á ymiskan hátt og av ymiskum orsøkum hálsaðu um og broyttu kós í lívinum. Fýra kvinnur, sum valdu at at ganga aðrar leiðir, enn tær høvdu gingið áður, tí har, tær gingu, var av ymiskum orsøkum ikki farbart. Hvør av hesum fýra kvinnum, lata í tveimum sendingum hvør dyrnar upp fyri teim orsøkum, ið høvdu við sær, at lívskós teirra varð broytt. Tær greiða okkum frá, hvussu tað kendist at taka avgerðina um at fremja hesar broytingar, hvussu broytingin varð framd, um óttar og ivamál í mun til at tora at fremja broytingarnar, og um hvørjar avleiðingar lívsleiðsskiftini høvdu fyri tær, og um lív teirra eftir at kósin varð broytt. Í komandi tveimum sendingunum hitta vit listakvinnuna, Rannvá Holm Mortensen. Rannvá valdi sum ung at útbúgva seg til sjúkrahjálpara og íðnaðarlaborant, hóast listin og hugurin at skapa altíð hevði verið tað, hon áhugaði seg einamest fyri. Listin var eitt stað, har hon droymdi seg burtur, hvarv úr verðini, og eisini foreldur hennara eggjaðu henni at velja listaliga vegin, men Rannvá ivaðist í, um listin var før fyri at breyðføða henni og húski hennara. Tá Rannvá var í fimtiárunum, og børnini vóru vorðin eldri, fekk listin rúm og fremstu raðfesting, og hon valdi at siga sjúkrahjálpar og laborantstarvið frá sær fyri at halga seg mynda og ritlistini. Vit eru helst fleiri, sum av og á summi við jøvnum millumbilum hugsa um, um tann lívsleiðin, vit tilivtað ella ótilvitað hava valt, er hin rætta Vit eru helst mong, sum hugsa var hetta tað lívið, eg sum barn og ung droymdi um at liva, ella eri eg so langt burtur frá tí dreyminum, at eg ikki kenni meg aftur Tey flestu av okkum eru helst bangin fyri at fremja slíkar víðgongdar lívsbroytingar, ein slík lívsleiðsbroyting krevur, tí sum kunnugt vita vit, hvat vit hava, men ikki, hvat vit fáa. Tí viðhvørt tekur okkurt annað yvir, og vit verða tvungin at fara í aðra ætt, út á aðrar leiðir. Hvat hetta annað er, er sera ymiskt frá fólki til fólk. Fyri summi er tað ein kreppa, fyri onnur er tað eitt náttúrligt skifti, sum hevur ligið og durva og bíða eftir at tíðin var búgvin. Í átta sendingunum fara vit á ferð gjøgnum lívið hjá fýra kvinnum, sum á ymiskan hátt og av ymiskum orsøkum hálsaðu um og broyttu kós í lívinum. Fýra kvinnur, sum valdu at at ganga aðrar leiðir, enn tær høvdu gingið áður, tí har, tær gingu, var av ymiskum orsøkum ikki farbart. Hvør av hesum fýra kvinnum, lata í tveimum sendingum hvør dyrnar upp fyri teim orsøkum, ið høvdu við sær, at lívskós teirra varð broytt. Tær greiða okkum frá, hvussu tað kendist at taka avgerðina um at fremja hesar broytingar, hvussu broytingin varð framd, um óttar og ivamál í mun til at tora at fremja broytingarnar, og um hvørjar avleiðingar lívsleiðsskiftini høvdu fyri tær, og um lív teirra eftir at kósin varð broytt. Í komandi tveimum sendingunum hitta vit listakvinnuna, Rannvá Holm Mortensen. Rannvá valdi sum ung at útbúgva seg til sjúkrahjálpara og íðnaðarlaborant, hóast listin og hugurin at skapa altíð hevði verið tað, hon áhugaði seg einamest fyri. Listin var eitt stað, har hon droymdi seg burtur, hvarv úr verðini, og eisini foreldur hennara eggjaðu henni at velja listaliga vegin, men Rannvá ivaðist í, um listin var før fyri at breyðføða henni og húski hennara. Tá Rannvá var í fimtiárunum, og børnini vóru vorðin eldri, fekk listin rúm og fremstu raðfesting, og hon valdi at siga sjúkrahjálpar og laborantstarvið frá sær fyri at halga seg mynda og ritlistini. Føroyar hava eisini vunnið allar sínar dystir, burtursæð frá einum, tá Føroyar taptu fyri Ísrael, men tá spældi føroyska liðið ikki við sterkastu manning. Úrslitini hjá Svøríki Svøríki Russland Innleiðandi 28 21 Svøríki Sveis Innleiðandi 29 13 Svøríki Luksemborg Innleiðandi 27 13 Svøríki Stórabretland Innleiðandi 36 7 Svøríki Kekkia Innleiðandi 25 25 Svøríki Italia Meginumfar 22 19 Svøríki Ísland Meginumfar 22 19 Úrslitini hjá Føroyum Føroyar Norra Innleiðandi 32 22 Føroyar Spania Innleiðandi 31 27 Føroyar Estland Innleiðandi 22 11 Føroyar Georgia Innleiðandi 28 23 Føroyar Ísrael Innleiðandi 16 18 Føroyar Hvítarussland Meginumfar 32 21 Føroyar Ungarn Meginumfar 22 20 Hoyr sendingina her Luttakarar, Jón Festurstein. Sigvør Laksá, Ingi Poulsen, Jón Brian Hvidtfeldt, Edna Maria Debes og Jóhann Mortensen Nú Tórshavnar kommuna fyri fjórðu ferð í ár søkti eftir býarverkfrøðingi, var eingin umsøkjari, tá freistin at søkja fór týsdagin. Sambært kunngerðini um at skipa fiskiskapin eftir makreli við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2019, skal umsókn um makrel til vinnuligar royndir lýsa endamál, tíðarætlan og kostnaðarætlan. Harafturat skal Fiskimálaráðið hava at vita, hvat fyri skip, ætlanin er at brúka, hvat fyri reiðskap og útgerð skal brúkast og, hvar skal fiskast. Edmund Joensen er limur í Føroyanevndini og í Uttanríkispolitisku nevndini, nú nevndirnar í fólkatinginum eru mannaðar eftir valið fyri einum mánaða síðani. Ann Mari Bruun og KarlaMagnus Lisberg Olsen eru tveir av næmingunum, sum herfyri fingu húgvuna á miðnámsskúlanum á Kambsdali. Tey vóru samstundis við til at skriva søgu, tí tey bæði eru tveir næmingar út av átta, sum gjørdist lidnir á serbreytini. Í ár er tað fyrstu ferð, at næmingar úr serbreytini fáa prógv. Serbreytin er ætlað teimum, ið eru tarnað at gjøgnumføra miðnám undir vanligum treytum, hóast teir stuðulsmøguleikar, sum eru í vanligu skúlaskipanini. Yvirskipaða málið við serbreytini er at geva ungum við serligum avbjóðingum møguleika at ny ta sínar gávur og førleikamenna seg út frá tí støði, tey eru á. Sigvør Laksá, næstformaður í G grunninum, vitjaði í Summarmorgni, her hon greiddi frá verandi støðuni hjá G festivalinum, sum byrjar hósdagin. Á seinastu Oyggjaleikum vann Tórur Mortensen silvur í trýstøkk. Tað verður tó ikki møguligt hjá honum at endurvinna silvurheiðursmerkið. Tórur hevur seinasta árið drigist við ein skaða í knænum og fær tí ikki luttikið í trýstøkk í ár. Hann fer ístaðin at kappast í renning, har hann skal royna seg á 100 og 200 metra spurti. Hóast leikvøllurin, har íðkarnir í frælsum ítrótti skulu kappast, ikki er liðugur enn, so vænta tey, at tað verður klárt til kappingarbyrjan. Í 1995 vóru Oyggjaleikir eisini í Gibraltar, og tá hitti Leivur Hansen, sum tá arbeiddi í Sjónvarpi Føroya, Randi, sum tá hevði búð í Gibraltar í tvey ár. Ein stórur partur av menningarkvotunum, sum vórðu latnar í vikuni, fara til Hvalbiar. Tað fer at styrkja um bæði virksemið og trivnaðin í bygdini, siga varaborgarstjórin og stjórin í TG Fish og Jókini, sum í ár hava fingið menningarkvotur. 28 av 34 læknaviðtalum kring landið eru nú mannaðar við lækna í føstum starvi, men enn hava fleiri enn túsund fólk ongan fastan lækna. Nógvar ávaringarlampur lýstu í langa tíð, áðrenn byggingin av Glasi byrjaði. Men Mentamálaráðið hevði ikki førleikar at lesa ávaringarnar, og tað var ov dýrt at steðga á. Hvønn fríggjadag frá 12. juli til 30. august verður hvalastøðin við Áir opin fyri almenninginum. Á støðini verða húsini og gomlu amboðini víst fram, og ein framsýning um hval og hvalaveiðu er eisini at síggja. Ein ítróttarlega fyri vaksin er á Ítróttarháskúlanum í Vági hesa vikuna. Tað hevur verið stuttligt, øðrvísi og avbjóðandi, siga luttakararnir. KÍ er komið víðari í Evropa League kappingini við stórsigri á Tre Fiori úr San Marino. Klaksvíkingar vunnu heili 9 1 samanlagt, og tað er tað mesta nakað føroyskt felag hevur vunnið við í evropeiskum fótbólti. Tá flogfør seta seg á oyggjaleikaoynni, Gibraltar, mugu bæði fótgangarar og tey, sum koyra bil ella á skutara, halda av. Annars gera vertirnir alt, teir eru mentir fyri at alt skal verða klárt, tá Oyggjaleikirnir byrja av álvara sunnumorgunin. Á seinastu Oyggjaleikum vann Tórur Mortensen silvur í trístøkk. Tað verður tó ikki møguligt hjá honum at endurvinna silvurheiðursmerkið. Tórur hevur seinasta árið drigist við ein skaða í knænum og fær tí ikki tikið lut í trístøkk í ár. Hann fer ístaðin at kappast í renning, har hann skal royna seg í 100 og 200 metra spurti. Hóast leikvøllurin, har íðkarnir í frælsum ítrótti skulu kappast, ikki er liðugur enn, vænta tey, at tað verður klárt til kappingarbyrjan. Tá eitt korter var eftir var framvegis púra javnt, men so byrjaði at síggjast munur á. Føroyska liðið vísti enn einaferð øgiliga styrki. Hetta var serliga sjónligt, tá føroyska liðið móti endanum hevði eina trygga leiðslu og loyvdi sær at undirhalda mongu áskoðarunum við flottum detaljum. Síðstu løtuna var alt avgjørt, og tað bleiv bara bíðað eftir, at dreingirnir kundu hátíðarhalda hendan flotta sigurin saman við venjaraparinum, Julian Johansen og Mark Marcher. Tað er eingin ivi um, at talan er um ein serligan árgang, tí tað er mest sum óhoyrt, at eitt so lítið land sum Føroyar kann vinna eina so stóra kapping í liðítrótti. Svøríki Føroyar 29 36 16 15 Elias Ellefsen á Skipagøtu 11 mál Janus Dam Djurhuus 6 mál Pauli Mittún 6 mál Hákun West av Teigum 4 mál Viktor Gaini 3 mál Sveinur Olafsson 3 mál Rói Ellefsen á Skipagøtu 2 mál Kristoffur Bjørgvin 1 mál Hesir hava umboðað Føroyar í European Open Pauli Jacobsen Skanderborg málverji Brandur Silvurstein Skjern málverji Baldur Gillason Skjern vinstri vongur Janus Dam Djurhuus Skjern vinstri vongur Kristoffur Bjørgvin Oure vinstri vongur Bogi Hansen Skjern høgri vongur Hákun West av Teigum Skanderborg høgri vongur Pauli Mittún Skjern vinstri bakkur Ovi Lutzen Kyndil vinstri bakkur Elias Ellefsen á Skipagøtu Skanderborg spælskipari Rói Ellefsen á Skipagøtu Ikast KFUM spælskipari Brian Slyne Skjern høgri bakkur Sveinur Olafsson H71 høgri bakkur Ragnar Karlsson Oure strikuspælari Viktor Gaini Vies strikuspælari Sakir Tróndarson Frýdals H71 strikuspælari Úrslitini hjá Føroyum í European Open Føroyar Norra Innleiðandi 32 22 Føroyar Spania Innleiðandi 31 27 Føroyar Estland Innleiðandi 22 11 Føroyar Georgia Innleiðandi 28 23 Føroyar Ísrael Innleiðandi 16 18 Føroyar Hvítarussland Meginumfar 32 21 Føroyar Ungarn Meginumfar 22 20 Føroyar Svøríki Finala 36 29 Stóra avrikið hjá U17 hondbóltslandsliðnum við dreingjum í European Open elvdi eisini til stóra gleði millum teir mongu føroyingarnar í Gibraltar. Tað var eydnast at fáa finaluna vísta á einum stórskýggja, og spenningurin varð til gleði, so hvørt sum tað gjørdist greitt, at ungu føroysku hondbóltsspælararnir fóru at vinna á sterka svenska liðnum. Nú sjey ár eftir, at ein ung genta varð funnin deyð við bygningina um Hvannasund hevur ákærumyndugleikin gjørt av at reisa ákæru móti einum 24 ára gomlum manni fyri at hava dripið gentuna í november 2012. 21. november í 2012 varð gentan funnin á sjónum, og rættarliga líksýnið dagin eftir vísti, sambært embætislæknanum, at gentan var druknað. Men tá eitt ógvusligt brotsverk hendi í Norðdepli á sumri árið eftir, har fýra fólk vórðu illa stungin, fekk løgreglan aftur áhuga fyri deyðu gentuni við byrgingina millum Hvannasund og Norðdepil árið fyri. Tí tann tá 18 ára gamli maðurin, sum nú varð handtikin, hevði gingið saman við gentuni í eitt tíðarskeið frammanundan. Fyri hetta seinna harðskapsmálið fekk maðurin fleiri ára fongsulsrevsing. Politiið fekk tá gentuna grivna uppaftur, so ein rættarlæknalig obduktión kundi gerast. Niðurstøðan av obduktiónini var tó tann sama sum av líksýninum at gentan var druknað. Ikki fyrr enn í summar verður maðurin so handtikin og grundlógaravhoyrdur, tí illgruni var um, at hann drap gentuna fyri sjey árum síðani. Jarðskjálvtin hesaferð merktist í Los Angeles, har ein baseball dystur var í miðbýnum. Áskoðararnir tóku til rýmingar, tá skjálvtin merktist undir teimum, men spælið á vøllinum helt fram. Babylon er partur av Irak, og har hevur stjórnin í fleiri ár arbeitt fyri at fáa ta viðurkenning, ið tað er at standa á listanum yvir heimsarv. Á fundi í Azerbajan, har serliga ST nevndin fyri heimsarv hevur hildið fund, verður millum annað sagt í eini yvirlýsing, at 4.000 ára gamli býurin umboðar tað stórveldi, ið Hammurabi og Nebukadnezar einaferð ráddu fyri. Babylons býur var í fornari tíð millum tey sjey undurverkini við sínum upphongdu urtagørðum, men nú er býurin illa farin. Í nýggjari tíð hevur Saddam Hussein gjørt seg inn á býin við at byggja sær eina forsetaborg har, og seinni hava amerikanskir hermenn havt støð í býnum. Babylon á døgum Nebukadnesar kongs er umrøddur í Gamla Testamenti. Hann hertók Jerusalem, legði tempul Sálamons í oyði og tók ísraelsfólk við sær til Babylon. Sjónvarpsrásin, GBC, Gibraltar Broadcasting Corporation, framleiðir sjónvarpsmyndirnar til setanina, og Kringvarpið hevur fingið samstarvsavtalu við GBC, sum ger, at setanin eisini verður send beinleiðis í føroyska sjónvarpinum. Grønland vísir á, at ICES fyrr í ár endurskoðaði heildarkvotuna, og út frá tí hava grønlendingar hækkað sín part við 10.500 tonsum til góð 70.000 tons. Ísland hevur fiskað 16,5 prosent av heildarkvotuni uppá 770.000 tons, men íslendingar siga nú, at veruligi fiskiskapurin er 850.000 tons, og tað er hetta tal, partur Íslands skal roknast av. Í nýggju stásiligu høllini í Gibraltar leggja badmintonleikarnir seinastu hond á fyrireikingarnar áðrenn liðkappingin byrjar í morgin. Vónirnar undan kappingini eru góðar. Tvey av stjørnuskotunum hjá føroyska liðnum eru Árant á Mýrini og Adhya Nandi, og tey ætla kappast millum tey bestu. Árant hevur eisini góðar vónir til kappingina. Hóast hann er greiður yvir, at Bartal Poulsen og Niclas Eysturoy eru millum teir bestu, so vónar hann at kunna arga teir eitt sindur og møguliga náa einari hálvfinalu. Byrja í morgin Nummar Bátanavn Tíð Stig Gult kort Reytt kort 1 Blikur 06 18.22 7 0 0 2 Drekin 06 22.24 6 0 0 3 Fenja 06 24.21 5 0 0 4 Rókurin 06 29.12 4 0 0 5 Frúgvin 06 30.13 3 0 0 6 Firvaldur 06 31.05 2 0 0 7 Kollur 06 37.06 1 1 0 8 Báran 06 39.15 0 0 0 9 Ørnin 07 28.28 0 0 0 Bretland eigur at óttast aftursvar úr Teheran, tí bretski herflotin í Gibraltar herfyri legði hald á eitt stórt iranskt oljutangaskip. Eg sigi bart út, at Bretland skal ræðast revsiatgerð fyri ólógliga haldið, sum varð lagt á iranska oljutangaskipið, sigur Mohammad Ali Mousavi Jazay eri, sum er partur av ráðandi prestastættini í Iran. Vit hava víst, at vit ongantíð tigandi lata okkum kúga. Okkara reaktión til amerikansku dronuna var óvikilig, og á sama hátt fer hóskandi aftursvar at koma úr Iran til hetta ólógliga átakið, sigur presturin. Bretski herflotin legði hósdagin hald á risastóra oljutangaskipið Grace 1, tí Bretland sigur, at skipið hevði kós móti Sýria við oljuni, og at tað er brot á tiltøkini, sum ES hevur sett í verk. Iran skeyt eina amerikanska dronu niður 20. juni, sum iranarar siga var í iranskum loftrúmi. USA sigur hinvegin, at dronan var í altjóða øki. Í gjár hótti ein yvirmaður í iransku kollveltingar verjuni at taka eitt bretskt skip sum hevnd fyri, at bretar løgdu hald á Grace 1. Nógvir av føroysku íðkarunum á Oyggjaleikunum búgva í nýggjum íbúðarhúsum á Europa Point á suðurendanum á Gibraltar. Íbúðarhúsini eru spildurnýggj, og lukta framvegis av máling. Føroysku skjúttarnir eru kortini væl nøgdir, hóast teir gleða seg, til teir fáa heitt vatn úr brúsuni. Nummar Bátanavn Tíð Stig Gult kort Reytt kort 1 Karin 05 48.21 7 0 0 2 Drekin 05 50.12 6 0 0 3 Royndin Fríða 05 50.33 5 0 0 4 Heykur 05 50.43 4 0 0 5 Firvaldur 05 54.14 3 0 0 6 Tjaldrið 06 03.07 2 0 0 7 Ørnin 06 06.23 1 0 0 8 Jallurin 06 07.32 0 0 0 9 Sílið 06 10.41 0 0 0 Nummar Bátanavn Tíð Stig Gult kort Reytt kort 1 Argjabáturin 05 17.25 7 0 0 2 Nevið Reyða 05 19.13 6 0 0 3 Miðvingur 05 43.48 5 0 0 4 Sjóriddarin 06 08.08 4 0 0 Nummar Bátanavn Tíð Stig Gult kort Reytt kort 1 Hvessingur 05 25.36 7 0 0 2 Jarnbardur 05 35.00 6 0 0 3 Herningur 05 36.01 5 0 0 4 Kollfirðingur 05 37.09 4 0 0 5 Gongurólvur 05 37.39 3 0 0 6 Strálan 05 43.39 2 0 0 Í Barcelona ætlar borgastjórin at avmarka talið av ferðaskipum, sum legga at í býnum, og at forða fyri at flogvøllurin verður útbygdur. Endamálið er at avmarka luftdálkingina, sum mangan er størri enn markið, Heimsheilsustovnurin, WHO, mælir til at halda seg innanfyri. Barcelona er millum best umtóktu ferðamálini í Evropa, samstundis sum ein kanning vísir, at borgararnir í býnum halda, at ferðavinnan er størsti trupulleikin. Tann næststørsti er tørvurin á bústøðum, sigur kanningin, og sambandið við fyrra trupulleikan er greiður, tí tað eru ferðafólkini og gistingar teirra, sum leggja hald á flestu bústaðirnar. Mikudagin fer býarstýrið at lýsa Barelona í umhvøvisliga undantaksstøðu og áleggja tiltøk, sum hava til endamáls at minka um luftdálkingina. Millum annað fara teir mest dálkandi bilarnir at fáa forboð fyri at koma inn í miðbýin, og teir skulu í staðin brúka ringvegirnar uttanfyri. Grannaløg og umhvørvisbólkar hava í áravís stríðst fyri at avmarka talið á ferðamannaskipum, sum koma til Barcelona. Í fjør komu 2,5 milliónir ferðafólk í land har. Tey, sum finnast at stóra streyminum, sum kemur í land av ferðamannaskipunum siga, at hesi ferðafólk hvør sær einans brúka góðar 400 krónur, meðan tey eru í landi, men eru til stóran ampa, tí tey leggjast aftrat øllum hinum ferðafólkunum, sum troka seg fram ígjøgnum gøturnar í Barcelona. Hóast borgarstjórin sigur seg vilja gera nakað við støðuna, eru møguleikar hennara avmarkaðir, tí býarstýrið ræður hvørki yvir havnini ella flogvøllinum í Barcelona. Nummar Bátanavn Tíð Stig Gult kort Reytt kort 1 Erla Kongsdóttir 06 23.06 7 0 0 2 Svanur 06 41.34 6 0 0 3 Havfrúgvin 06 42.05 5 0 0 4 Teistin 06 48.45 4 0 0 5 Junkarin 07 05.43 7 0 0 Nummar Bátanavn Tíð Stig Gult kort Reytt kort 1 Ormurin Langi 05 02.15 7 0 0 2 Suðuroyingur 05 08.04 6 0 0 3 Havnarbáturin 05 10.38 5 0 0 Á hvørjum leikum hava allar oyggjarnar vatn við, sum síðani verður oyst saman í ein brunn. Sum siðvenja er hjá føroysku íðkarunum á Oyggjaleikunum, so er tað tann yngsti íðkarin, ið ber føroyska vatnið. Í ár er Elisabeth Erlendsdóttir yngsti íðkarin í føroyska ferðaliðnum. Hon er glað fyri møguleikan og heldur hetta verða ein stóra heiður. Fyri fyrstu ferð síðani 2009 er judo við á Oyggjaleikunum. Formaðurin í Judosambandinum, Sofus Johannesen, fegnast um, at judo er við aftur og hann er vísur í at judo fer at fáa nøkur heiðursmerkir við heim til Føroyar. Súsanna Skylv Sørensen lat ongan iva vera um, hvør er besta kvinna í triatlon á Oyggjaleikunum 2019. Hon vann sannførandi á øllum hinum og kom fyrst á mál eftir at hava gjøgnumført allar tríggjar greinarnar, sum eru í triatlon. Harvið er fyrsta heiðursmerkið hjá Føroyum veruleiki, og vit byrja heilt haruppi við gullinum. Vann við tveimum minuttum Súsanna var nummar tvey eftir svimjingina, men tá hon setti seg á súkkluna, tók hon veruliga dik á seg og legði seg á odda. Hon var framvegis fremst, tá tær fóru at renna, og tá økti Súsanna bara spakuliga men vissuliga um sín oddasess og kom á mál meira umleið tveir minuttir framman fyri Megan Chapple úr Guernsey, sum bleiv nummar tvey. Í kvinnukappingini í triatlon svimja tær 1.500 metrar, súkkla 40 kilometrar og renna 10 kilometrar. Tað skal nú broytast, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, sum hevur svarað einum fyrispurningi frá Jenisi av Rana, løgtingsmanni, um plastdálking. Gerast skal eitt uppskot um eina skipan, sum tryggjar, at so nógv einnýtisíløt sum gjørligt verða endurnýtt, og tað verður so ómakaleyst sum gjørligt at sleppa av við tey, sigur Sirið Stenberg. Arbeiðsbólkurin skal eisini gera uppskot um broytingar í lógini um íløt til øl, mineralvatn og lidnar leskidrykkir og í kunngerð um íløt, úrdráttir og pant, umframt at avtala skal fáast í lag við Dansk Retursystem, sum tekur pant av íløtum, sum send verða til Føroya. Áðrenn kappingina var ivi um, hvørt roynda ítróttarkvinnan fór at gera seg galdandi millum tey fremstu, men tað vísti seg skjótt, at hon ætlaði ikki lítið. Tá svimjingin var liðug var hon á 2. plássi, men súkklaði seg beinanvegin til leiðsluna og helt frástøðuna upp á ein hálvan minutt allar 40 kilometrarnar á hjólum. Á tíggju kilometra langa renniteininum gjørdist skjótt greitt, at Súsanna Skylv Sørensen hevði meir eftir í tanganum enn, Megan Chapple av Guernsey, ið elti føroyingin. Føroyar hava fingið sítt annað gullmerki á Oyggjaleikunum. Tað vóru teir báðir Tórur Fløtt og Marius F. Joensen, ið skutu sigurin heim í liðkappingini í skeet. Umstøðurnar vóru truplar vindur og turbulensur gjørdu um seg, og ilt var at meta um, hvussu leirdúgvurnar ferðaðust men kortini stóðu teir báðir føroysku skjúttarnir seg væl. Teir vóru tíggju stig fremst, tá síðsta umfar byrjaði, og teir varðveittu konsentratiónina og leiðsluna, og tryggjaðu sær og Føroyum gullheiðursmerkið. Marius F. Joensen rakti 86 dúgvur, meðan Tórur Fløtt skjeyt 87. Tær 173 dúgvurnar vóru 12 fleiri enn Áland og 14 fleir enn Gotland á ávíkavist 2. og 3. plássi. Landsstýrið vil ikki gera broytingar, sum gera, at almenn arbeiðspláss binda seg til seta fólk í starv eftir lógini um arbeiðsfremjandi tiltøk. Løgtingið samtykti annars í 2016 eitt uppskot til samtyktar frá Sonju Jógvansdóttur um at heita á landsstýrið um at seta skipan í verk, so almenn arbeiðspláss oman fyri ávísa stødd binda seg til at seta fólk í starv sambært lógini um arbeiðsfremjandi tiltøk. Men landsstýrið hevur ikki kravt, at almenn arbeiðspláss binda seg til at seta fólk í starv eftir lógini um arbeiðsfremjandi tiltøk, sigur Eyðgunn Samuelsen. Landsstýrið skilir endamálið við løgtingssamtyktini frá 2016 soleiðis, at hon fyrst og fremst miðar eftir at fremja rúmligan arbeiðsmarknað. Semja er tí um at eggja arbeiðsgevarum til at seta fólk í starv sambært lógini um arbeiðsfremjandi tiltøk. Í 2016 vóru pengar settir í fíggjarlógina, so Almannaverkið kundi seta vinnuvegleiðara at fáa fleiri fólk á arbeiðsmarknaðin. Hóast teir stríddust væl og vóru greitt á odda, so gjørdu feilir í síðsta fjórðinginum, at Jersey kom tættari. Og í síðstu løtuni fór Jersey fram um og vann dystin. Landsliðsvenjarin, John Norðbúð Thomsen, er væl nøgdur við dystin. Hann irðar seg tó um, at óneyðugu feilirnir kostaðu sigurin í dag. Teir báðir Tórur Fløtt og Marius F. Joensen vunnu liðkappingina í skeet og tryggjaðu Føroyum fyrsta gullheiðursmerkið í skjóting. Mynd Solby Christiansdóttir. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurningi frá Kristionnu Winther Poulsen, løgtingskvinnu, um reglur fyri at ferðast í náttúruni og um hvørsmansrættin rættin hjá øllum at ganga í haganum. Landsstýrið setti millum annað ein arbeiðsbólk, sum fólk úr Heilsu og Innlendismálaráðnum, Fiskimálaráðnum, Uttanríkis og Vinnumálaráðnum og Løgmansskrivstovuni vóru við í. Men niðurstøðan hjá tí bólkinum varð skjótt, at nógv viðurskifti mugu kannast og lýsast gjølla, áðrenn til ber at gera eina lóg um at ganga í haganum. Arbeiðsbólkurin kom tó við nøkrum bráðfeingistiltøkum, men tey uppskotini hava ikki verið gjørlig at fremja politiskt, sigur Høgni Hoydal. Skjóting er ein av stóru ítróttargreinunum á Oyggjaleikunum, og umstøðurnar til at skjóta í Gibraltar eru serstakliga góðar, staðfesta allir føroysku skjúttarnir. Ein spildurnýggj skjótibreyt er gjørd til hesar leikirnar, og breytin, har føroyingarnir skjóta í hesum døgum, er útbygd, soleiðis at hon er nýmótans og kann hýsa øllum kappingunum á Oyggjaleikunum. Finn Ludvig og Esmar Joensen, formaður í Skjótisambandi Føroya vísa runt í Clay Shooting Range, har skeet og trap kappingarnar verða næstu dagarnar. Nótaskip og íðnarskipini í Norðoyggjum landaðu fyri góðar 40 milliónir krónur minni í fjør, hóast vøksturin fyri alt landið er 120 milliónir krónur Flakatrolararnir í Klaksvík fiskaðu eisini fyri færri milliónir í fjør enn í 2017. Flakatrolararnir í Klaksvík vóru ein færri í 2018 enn í 2017. Høgni Hoydal sigur, at tá tilfeingisgjald og uppboðssølugjøld eru drigin frá, eru inntøkurnar frá avreiðingum í Norðoyggjum samanumtikið vaksnar 244 milliónir krónur seinastu fýra árini. Hann sigur, at vert er at hava í huga, at makrelkvotan er minkað seinastu tvey árini, kvotan í Barentshavinum er eisini minkað og sildaprísurin er minkaður nógv. Samanuntikið, sigur Høgni Hoydal, hava hvørki tilfeingisgjald ella uppboðssølur havt neiliga ávirkan á fiskivinnnuna í Norðoyggjum. Atomavtalan frá 2015 ásetur eitt mark fyri, hvussu nógv uran Iran kann hava. Og í dag boða iranskir myndugleikar frá, at landið er farið yvir um ásetta markið. Í atomavtaluni er ásett, at Iran ikki má økja nøgdina av urani meira enn 3,67 , men í dag er Iran eftir øllum at døma farið yvirum mark. Hetta kemur í kjalarvørrinum av langa stríðnum millum Iran og USA, har USA ferð eftir ferð hevur sett revsitiltøk í verk mótvegis Iran. Hetta stríðið hevur sostatt fingið Iransku myndugleikar at kenna seg sviknar av millum annað Evropa, sum sambært iransku myndugleikunum ikki ger nóg mikið fyri at varðveita atomavtaluna. Kommunurnar í Suðri hava sett Theresu Turiðardóttir Kreutzmann og Ingibjørg Berg at menna ein ferðavinnupolitikk fyri allan Suðuroynna. Óbrúkiligur, ósikkur og óskikkaður. Hesi hvøssu orðini eigur Kim Darroch, bretski sendimaðurin í USA. Og tey eru søgd um Donald Trump, forseta. Sambært Kim Darroch eru Hvítu Húsini bæði dysfunktionel og sundrað undir leiðsluni hjá Donaldi Trump. Eisini finst Darroch hvassliga at Trump í mun til samráðingar hjá USA við onnur lond. Aktuella stríðið millum USA og Iran verður eisini nevnt í skjølunum. Darroch sigur, at handfaringin hjá USA mótvegis Iran er ósamanhangandi og kaotisk. Ein talsmaður hjá bretsku sendistovuni í USA sigur við BBC, at bretska sendistovan í Washington og Hvítu Húsini hava eitt strekt samband, sum ikki viknar, hóast atfinningarnar hjá Darroch mótvegis Trump eru hvassar og nú eisini almannakunngjørdar. Elisabet Holm Simonsen gjørdist nummar átta í finaluni í longdarlopið seinnapartin. Hennara besta lop var 5,34 metrar, og tað var nóg mikið til at koma millum átta tær bestu og fáa trý nýggj lop. Tá eydnaðist kortini ikki at betra um longdina, og tískil endaði føroyski íðkarin nummar átta av 20. Tað var fitt av vindi undan ov nógv til at lopið telur sum nýtt føroyskt met. Metið eigur Elisabet Holm Simonsen sjálv, og tað er 5,19 metrar og varð sett í juni. Edna Maria Debes tók eisini lut í finaluni, og hennara besta lop var 4,98 metrar, og gav henni eitt 14. pláss. K rt unapuu av Saaremaa vann greinina við einum lopi upp á 6,19 metrar. Sendingarnar, ið verða bodnar út í hesum umfari, eru gospelsending í útvarpinum. fimm MONO tónleikasendingar í útvarpinum. tónleikasending í útvarpinum ið spælir nýggjan tónleik. ungdómsdokumentar til sjónvarp. sjónvarpsundirhaldssending. dokumentarsendingar í sjónvarpinum. At Kringvarpið bjóðar sendingar út er í tráð við public service sáttmálan, har tað stendur í 5.1.5 at Kringvarpið eigur at hava eitt opið og skipað samstarv við framleiðslueindir uttan fyri stovnin, bæði feløg og einstaklingar. Stovnurin eigur í ávísan mun at bjóða framleiðslur út og keypa lidnar framleiðslur og konsept. Um middagsleitið var hitt gullmerkið hjá Føroyum veruleiki, tá Marius F. Joensen og Tórur Fløtt vunnu gull í liðkappingini í skeet. Tað var eisini í dag, at kurvabóltslandsliðið tapti 79 75 fyri Jersey í einum dysti, har Føroyar vóru omaná ein stóran part av tíðini. Tað gekk tó ikki, og Føroyar endaðu við at tapa, men hetta var besta úrslitið hjá liðnum á Oyggjaleikunum nakrantíð, og eitt stórt framstig samanborið við undanfarnar leikir. Í býarkoyringini í súkkling gekk ikki sum ætlað. Føroyar fingu eitt fimta pláss í liðkappingini, og somuleiðis bleiv Dávur Magnussen eisini nummar fimm, og tað var eitt vónbrot, tí súkklararnir høvdu ætlað sær meira. Badmintonlandsliðið er í hálvfinaluni í liðkappingini og skal spæla móti Guernsey, sum vann gull í Gotlandi fyri tveimum árum síðani. Hálvfinalur eru í bæði 100 metrum renning hjá kvinnum og í 200 metrum hjá monnum, og í morgin spælir føroyska kurvabóltslandsliðið móti Guernsey. Tað er eisini í morgin, at svimjikappingarnar byrja. Innleiðandi umførini verða fyrrapartin, og finalur frá klokkan 17.00 føroyska tíð næstu fýra kvøldini. Vit hava fingið bræv frá Miu, sum er 9 ára gomul og býr í Vestmanna. Pápin hevur bátin Blástein, og hann fer ofta út at fiska við ferðafólki. Vit eru sera hepnar at sleppa at fiska saman við Miu og beiggjanum, sum eitur Tóri, sum er 12 ár. Næmingar í Sankta Frans skúla í Havn, hava havt evnisarbeiði við yvirskriftini Umhvørvið og vit. Vit hava fingið bræv og eru bodnar við. Tey í 4. 5. 6. og 7.flokki í skúlanum á Fløtum í Havn, hava havt stuttligar dagar. Tey hava bygt kassabilar og bjóða okkum við til kassabilakappkoyring. Føroyska U17 landsliðið í hondbólti hugtók føroyingar alla síðstu viku við sigrum á fleiri stórum honbóltstjóðum. Og fríggjakvøldið settu spælararnir krúnuna á verkið, tá teir vunnu finaluna í European Open kappingini, ið varð hildin í Gøteborg. Sambært tveimum av spælarunum, Elias á Skipagøtu og Paula Jacobsen, er miðvís venjing, eitt sera gott samanhald, góðir venjarar og góðar venjingarumstøður helst orsøkirnar til framúr úrslitið hjá U 17 landsliðnum. Lurtið eftir samrøðuna við Elias á Skipagøtu, sum gjørdist toppskjútti vid 68 málum og varð kosin virðismiklasti leikari i kappingini, og við Paula Jacobsen, sum var kosin besti málverji í kappingini. Eisini tosa vit við Annu Dam, forkvinnu í H71 og mammu at leikara á U 17 landsliðnum og á A landsliðnum, um tann stóra leiklutin sum feløgini og foreldur hava havt í menningini av honbóltinum, U 17 leikarunum og teimum leikarunum, sum í dag spæla á landsliðnum. Í fleiri bygdum í Føroyum mangla kaffistovur ella matstøð har ferðafólki kunnu bukka beinini og fáa ein drekkamun og ein bita ikki bara seinnapartar ella um kvøldið, men eisini um morgunin. Sum heild halda alsamt fleiri ferðafólk til í Sørvági, og Rúni og Turið løgdu til merkis, at nógv teirra gingu á keiini. Tey hildu, at tørvur var á einari kaffistovu, sum eisini hevði opið fyrrapartar, og tóku tí stig til lítlu kaffistovuna, sum er ein umbygd bingja við terassu frammanfyri. Vit vitjaðu kaffistovuni, og tosaðu eisini við eitt ferðafólk úr París, sum eisini heldur, at tað helst kunnu verða fleiri kaffistøð ella matstovur, sum hava opið allan dagin. Landverk sigur, at er ætlanin at taka í nýtslu gjaldsskipanir og harvið fáa gjaldstunlar, eigur hetta tó at vera væl gjøgnumhugsað. Um ætlanin er at arbeiða víðari við tunnilsgjaldi, gjaldsstøðum ella øðrum avgjøldum, mælir Landsverk til, at politisk avgerð verður um meginreglur um, hvussu ein tílík skipan skal byggjast upp. Í dag er svimjingin byrjað á Oyggjaleikunum, og eftir fyrstu innleiðandi kappingarnar fyrrapartin er greitt, at Føroyar verða umboðaðar í níggju av 11 finalum. Vár Erlingsdóttir Eidesgaard, Óli Mortensen og Róland Toftum hava svomið seg í tvær finalur hvør. 1500 metur frí Johan N. Dam og Óli Mortensen 400 metur blandað Vár Erlingsdóttir Eidesgaard og Rebekka Trygvadóttir 200 metur firvald Óli Mortesen 100 metur bringa Róland Toftum og Rókur Trygvason 50 metur rygg Róland Toftum 200 metur frí Vár Erlingsdóttir Eidesgaard 200 metur blandað Alvi Hjelm og Bartal Erlingsson Eidesgaard 4 x 50 metur frí Føroyar 4 x 50 metur blandað Føroyar Meirilutin hevur samtykt at brúka 3,7 milliónir krónur til listaverkstøð á ovaru hæddini og til virknishøll fyri skúla, frítíðarskúla og fólk yvirhøvur á niðaru hæddini. Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, sigur í svari til Sonju Jógvansdóttur, løgtingskvinnu, at í mai í ár vóru 149 fólk á bíðilistanum hjá Almannaverkinum. Hoyr sendingina her Luttakarar, Niels Jákup Jakobsen, Gunnar Dahl Olsen, Guttormur Sørensen, Elias á Skipagøtu, Pauli Jakobsen, Uni Hamradal, Óluva Klettskarð, Heðin Zachariassen, Helena Dam á Neystabø, Bárður á Steig Nielsen, Bjørt Samuelsen, Jón Láadal og Erland Viberg Joensen Bárður Hentze Lenvig syrgdi fyri, at Føroyar fekk eina góða byrjan í judo, tá hann vann gull í 66 flokkinum fyrrapartin. Dánjal á Krákusteini hevði møguleikan at møta Bárði Hentze Lervig í finaluni, men tapti sína hálvfinalu. Tað hevði verið stuttligt at møtt Bárði, men tann finalan hevði verið drúgv. Eg gjørdi nøkur mistøk, og tí tapti eg hálvfinaluna, segði Dánjal á Krákusteini. Tað sá lætt út, tá Jógvan Páll Kristiansen bardi seg í finaluna. Hann vann allar fimm innleiðandi dystirnar og hálvfinaluna ímóti landsmanninum, Gunnari Magnussen. Men hann tapti finaluna, tá dómararnir mettu, at hann hevði gjørt trý sonevnd shido ella mistøk. Eg kenni meg ikki snýttan, eg varð snýttur, segði Jógvan Páll Kristiansen, sum fanst hvassliga at dómarastøðinum. Gunnar Magnussen fekk bronsuheiðursmerki. Fimta heiðursmerkið í dag vann Maiken Eivinnsdóttir Bringsberg, tá hon tryggjaði sær bronsu í 52 vektflokkinum. Sætta og síðsta judo heiðursmerkið í dag vann Silja Johannesen, tá hon gjørdist nummar trý av fimm í 63 flokkinum. Mótstøðumaðurin náddi ongantíð at geva Bartali nakra mótstøðu, og tað stór frøi millum mongu føroysku áskoðarnar tá Bartal smekkaði seinasta bóltin í gólvið. Hon vann fyrsta settið greitt, og tað eisini leingi út til, at hon fór at vinna annað settið. Men kvinnan úr Isle of Man bardi seg innaftur í dystin, og vann annað settið. Teir vunnu fyrsta settið 21 18. Men í øðrum setti komu teir trilvandi frá byrjan, og einu løtuna var 11 3 til Isle of Man. Teir komu tó væl við í dystin aftur og eftir lítlari løtu vóru teir á odda 16 15. Tað gjørdist sera tætt til síðst, men Isle of Man dróg longra stráið og vunnu settið. Tí varð farið at spæla triðja og avgerandi settið. Sniálvur Jóanesarson er bóndi á Kv legarðinum á Voss, og í hesi 4. og seinastu sendingini nevnir hann eisini nøkur ting, ið hann heldur føroyskt seyðahald kundi lært av tí norska. Eitt tað týdningarmesta heldur hann vera, at seyðaeigarar í Føroyum taka seg saman í felag, so teir kunnu læra av hvørjum øðrum. Sniálvur er sjálvur formaður í seyðafelagnum á Voss. Hann fekk tríggjar ávaringar sonevnd shido og tískil fór sigurin til Oscar Lazaro Olives av Menorca. Men sambært Jógvan Páll Kristiansen var einki høpi í dømingini. Eg kenni meg ikki snýttan, eg varð snýttur, segði óði og vónbrotni føroyski íðkarin eftir dystin og fanst hvassliga at dómarastøðinum. Tað hevði verið stuttligt at møtt Bárði, men tann finalan hevði verið drúgv. Eg gjørdi nøkur mistøk, og tí tapti eg hálvfinaluna, segði Dánjal á Krákusteini. Sarah Vallin, sum er sterkast á hálvum marathon og ikki hevur kappast á rennibreyt fyrr, rann seg til eitt triðja plássið við tíðini 40 minuttir og 57 sekund. Hon fylgdist leingi við Sofie Kindberg úr Gotlandi og Kim Baglietto úr Gibraltar, men tá 2000 metrar vóru eftir dróg hon frá hinum báðum. Dávur, sum lá millum teir fremstu stórsta partin av túrinum, endaði á einum fimta plássi, meðan Torkil Weyhe heldur ikki megnaði at gera seg galdandi í gjár. Mótstøðumaðurin náddi ongantíð at geva Bartali nakra mótstøðu, og tað var stór frøi millum mongu føroysku áskoðararnar tá Bartal smekkaði seinasta bóltin í gólvið. Hon vann fyrsta settið greitt, og tað sá eisini leingi út til, at hon fór at vinna annað settið. Men kvinnan av Isle of Man bardi seg innaftur í dystin, og vann settið. Teir vunnu fyrsta settið 21 18. Men í øðrum setti komu teir trilvandi frá byrjan, og einu løtuna var 11 3 til Isle of Man. Teir komu tó væl við í dystin aftur og eftir lítlari løtu vóru teir á odda 16 15. Tað gjørdist sera javnt til síðst, men Isle of Man dróg longra stráið og vann settið. Tí varð farið at spæla triðja og avgerandi settið. Róland Toftum eigur annað metið, sum hann setti á 100 metur bringu við tíðini 1.02.38 , meðan Vár E. Eidesgaard setti met á 200 metrum frí við tíðini 2.00.74. Avbjóðingarnar eru stórar á dagstovnaøkinum, sigur Pedagogfelagið. Stóri tørvurin á starvsfólki ger, at dagstovnarnir gerast alsamt meiri ansingarstovnar, har endamálið er at klára dagin. Stundir eru ikki til at tryggja ein góðan og innihaldsríkan dag fyri barnið, sum dagstovnalógin áleggur. Hoyr Jógvan Philbrow, formann í Pedagogfelagnum greiða frá. Annað gullmerkið er vunnið, og tað hendi, tá Búgvi Poulsen vann gull í bólkinum undir 81 kilo. Hann stríddist móti Scott Perkins úr Menorca. Búgvi Poulsen vann sítt gullmerki við tveimum wasari, men tað tók eina løtu hjá dómarunum at koma til ta niðurstøðuna, verður sagt úr høllini. Búgvi Poulsen vann eisini gull í judo á oyggjaleikunum í Gibraltar 1995, í Álandi í 2009, í Isle of Wight í 1993 og so aftur nú í Gibraltar 2019. Annar dagur í svimjing verður í dag. Fyrr í morgun hava innleiðandi kappingarnar verið á skránni, og har hava føroysku svimjarnir svomið seg til heili níggju av 11 finalum. 1500 metur frí Vár Eidesgaard Eyðrið Mortensen 400 metur blandað Alvi Hjelm 200 metur bringa Eyðrið Mortensen Rebekka Trygvadóttir 100 metur rygg Signhild Johannesen Elisabeth Erlendsdóttir 50 metur bringa Róland Toftum Rókur Trygvason 200 metur frí Alvi Hjelm Óli Mortensen 200 metur blandað Vár E. Eidesgaard 4 x 50 metur frí Føroyar 4x 50 metur blandað Føroyar Í nevndini í P f Tunli eru Teitur Samuelsen í Havn, hann er formaður, Marita Suanna Hentze á Argjum og Dánial Tummas Thomsen í Sandavági. Næstan helvtin av inntøkuskattinum, sum fór í landskassan í 2016 og 2017, varð rindaður í Suðurstreymoy. Haðani komu 41 prosent av landsskattinum. Síðani koma Norðoyggjar við 12 prosentum, Norðurstreymoy og Suðuroyggin við seks prosentum hvør, Vágar við fimm og eitt prosent av innntøkuskattinum, sum landskassin fekk í 2016 og í 2017, kom úr Sandoynni. Eitt nýtt ferðavinnutilboð er komið í Hvannasundi. Á keiini sunnast í bygdini standa nú tvey gomul stýrihús, og tað óvanliga við teimum er, at tað fer at bera til at gista í teimum. Stýrihúsið av Havborg er júst umvælt og tikið í nýtslu, og ætlanin er nú at fara undir at umvæla stýrihúsið av Sundenni, sum er væl størri, sigur Hallgerð Akurstein, sum saman við familjuni hevur tikið stig til nýggja ferðavinnuátikaið. Stýrihúsini standa ytst á kantinum á keiini, og tískil so tætt við havið, at tað nærum kennist sum at verða umborð á einum skipi. Úr stýrihúsunum er eisini frítt útsýni yvir sundin og vøkru náttúruna. Hallgerð Akurstein vísur á, at hon legði myndir av stýrihúsinum av Havborg út síðst í juni, og síðani hevur áhugin fyri at gista í stýrihúsinum verið stórur. Pláss er fyri tveimum vaksnum, men til ber eisini at hava eitt barn við sær, sigur Hallgerð. Hallgerð Akurstein hevur fyrr arbeitt sum leiðari í Visit Norðoy, og hon heldur, at tað eru alsamt fleiri fólk, ið ynskja at gista á sonevnda glamping háttinum. Glamping er samansett heiti fyri glamourous camping , og vísur til fyribrigdi, tá fólk vilja búgva sum í telti, men sova í einari song og hava atgongd til vanligar hentleikum sum eitt vesi og møguleika at gera mat. Hallgerð leigar eisini eina smáttu út, sum er beint við keiina. Smáttan er býtt í tvey, soleiðis at tey, ið gista í stýrihúsunum hava atgongd til vesi og ein lítlan køk í smáttuni. Verkætlanin er als ikki búgvin til tess, og Landsverk mælir til fyrst at kanna gjøllari fíggingarleist, avleiðingar fyri samfelagið, jarðfrøði og trygd. Tá fyrireikingararbeiðið er liðugt, og støða tikin til, um tunnil skal gerast og hvar, er málið búgvið til at stovna partafelag sum byggir og rekur suðuroyartunnilin, sigur Landsverk, sum hevur almannakunngjørt sínar viðmerkingur um álitið um Suðuroyartunnilin. Av trygdarávum og fyri skúgvoyingar og føroyingar sum heild, eigur Suðuroyartunnilin at koma upp í Skúgvoy, so talan verður um tveir styttri tunlar í staðin fyri ein langan. Landsverk mælir staðiliga frá at gera, sum arbeiðsbólkurin mælir til. Arbeiðsbólkurin mælir til at gera tunnilin millum Sandvík og Skarvanes. Føroyingurin vann finaluna upp á tvey sonevnd wasari. Tað fyrsta fekk hann tíðliga í dystinum, og so lá trýstið á mótstøðumanninum. Hetta útnyttaði Búgvi Poulsen, tá hann brúkti eitt álop frá Scott Perkins ímóti honum. Viðmerkjarin hjá KVF, Magnus Pauli Glerfoss, ivaðist ikki í, at talan var um wasari, men dómararnir brúktu eina løtu at koma til somu niðurstøðu. Sostatt vann Búgvi Poulsen sína fimta gullmedalju í oyggjaleikahøpi. Hann vann eisini gull á oyggjaleikunum í Isle of Wight í 1993, tvær í Gibraltar 1995, í Álandi í 2009 og so aftur nú í Gibraltar 2019. Nicolaj Skoubo stóð seg eisini væl fyrrapartin og endaði nummar fýra av teimu 17 luttakarunum. Hann vann báðar knock out dystirnar, men tapti í hálvfinaluni, og síðan í dystinum um bronsuna. Búgvi Poulsen hevur vunnið gull í vektbólkinum undir 81 kilo fyrr í dag, og er hetta sostatt triðja gullmerkið í judo í dag og fjórða tilsamans á leikunum. Enn eitt heiðursmerki er komið í judo. Fyrr í dag hava menninir vunnið trý gull heiðursmerki, og nú hevur Sanna vunnið silvur í flokkinum 78 kilo. Og ein av stuðlunum hjá honum er ítróttarlærarin á miðnámsskúlanum í Hovi, Magni eystan Á. Hann hevur verið lærari hjá Rólandi øll árini á miðnámi og hevur fylgt venjingini hjá honum eisini. Eg eri blivin góður við Róland, sigur Magni eystan Á, sum fekk maskottin, sum Róland fekk saman við gullinum, frá 21 ára gamla vágbinginum. Men við tveimum frálíkum køstum, har seinna kastið var 11,18 metrar, tryggjaði Lýdia sær eina bronsu og tók samstundis føroyska metið, ið hon sjálv átti. Tað bleiv til eitt fimta pláss hjá Torkili Veyhe í tíðarkoyringini í dag. Sterki súkklarin hevði ætlanir um at verja gullið, sum hann vann í somu grein í Gotlandi á seinastu Oyggjaleikunum, men tað eydnaðist ikki. Størsta orsøkin til tað var óivað, at tíðarkoyringin í dag endaði uppi á nærum 400 metra hædd við eini klúgving upp á fýra kilometrar. Torkil Veyhe hevði næstbestu tíð niðri á sløttum, men misti eitt sindur á veg niðan eftir nóg mikið til at heiðursmerkini gloppu honum av hendi. Dávur Magnussen endaði sum nummar 22, Helgi Winther Olsen sum nummar 24, Gunnar Dahl Olsen varð nummar 35 og Jákup Petur Eliassen varð nummar 38 av 48 súkklarum. Hjá kvinnunum varð Súsanna Skylv Sørensen nummar fimm. Elsa Berg varð nummar 19, og Maria Svabo Hansen endaði nummar 26. Hósdagin er súkkling aftur á skránni. Tá verður tað vegsúkklukapping. Í judo vann Búgvi Poulsen vektbólkin undir 81 kilo, meðan Petur Sigurd Johannesen vann bólkin undir 100 kilo, og Edvard Johannesen vann bólkin yvir 100 kilo. Svimjararnir gjørdu eisini aftur ein vørr í dag, tá Vár Erlingsdóttir Eidesgaard vann 1.500 metrar frí, Róland Toftum 50 metrar bringu, Alvi Hjelm 400 metrar blandað og Signhild Joensen vann 100 metrar rygg. Harafturat vunnu svimjararnir eitt silvur og tvey bronsu, og tey settu tvey føroysk met, eitt landsliðsmet og fýra oyggjaleikamet. Rithøvundin Eva Tind er 45 ára gomul, gift, mamma at trimum og uppvaksin í lítla býnum L sby í Eysturjútlandi. Men hon er fødd í Korea, og ættleidd haðani til Danmarkar, 15 mánaðir gomul. Hendan bakgrundin hevur merkt hana sum menniskja, og sæst eisini í skaldskapi hennara. Í seinastu bókini Ophav , ið kom út í apríl í ár, viðgerð Eva Tind stór evni sum móðurskap, skilnað, samleika, tilknýti og tað at fara og at verða latin eftir. Bókin hevur fingið sera góð ummæli og er millum annað tilnevnd DR s litteraturpris, sum er prísur, ið bókaklubbar kring landið tilnevna. Eva Tind metir at tað kanska millum annað er tí, at bókin viðgerð stór grundleggjandi menniskjalig evni, sum nógv kenna aftur. Eva Tind er í Føroyum í løtuni, tí hon er ein av fleiri listafólkum og rithøvundum, sum luttaka í bókmenta og listatiltakinum Always coming home , sum Ida Bencke kurator frá Laboratory for Aesthetics og Ecology og Kim Simonsen fyriskipari frá Eksil samskipa. Tiltakið er í Norðurlandahúsinum í dag frá klokkan 15 17, og verður eisini á G festivalinum hósdagin og fríggjdagin. Always coming home snýr seg um hugtakið heim ella heimar , sum verður lýst úr ymsum sjónarhornum. Í lýsingini av tiltakinum verður hugtakið solostalgi millum annað nevnt. Solostalgi merkir, tað ikki at føla seg heima heima og at leingjast heim, meðan vit eru heima , og hetta er eisini ein kensla, sum Eva Tind kennir til, og hevur hon havt eina trongd at kanna og koma at kenna sítt upphav. Sum 14 ára gomul fekk hon samband við sína familju í Korea, og sum 21 ára gomul fór hon til Korea, og hendan vitjanin greiddi fleiri av teimum grundleggjandi spurningunum, ið hon hevði havt gjøgnum sín uppvøkstur. Tað hevði týdning fyri hana at hitta familjuna, og at kunna spegla seg í teimum fysisk og psykiskt, men eisini kendi hon eitt tilknýti til koreanska fólki og landslagið. Á tiltakinum, sum verður í kvøld frá klokkan 22 til 02, fara ung tónleikanøvn, ið enn ikki eru komin á almenna føroyska tónaleikapallin, at vísa tað, sum grør í undirgrundini. Higartil hava føroysku svimjararnir vunnið tilsamans átta gull, tvey silvur og fimm bronsuheiðursmerki, og liggja tey eisini á odda í innanhýsis kappingini millum oyggjarnar at vinna svimjikappingina á leikunum. Isle of Man er tó beint í hølunum við sjey gull, tveimum silvur og fýra bronsum. Føroyar hava svomið seg í hesar finalurnar, sum verða stroymdar beinleiðis her á kvf.fo frá klokkan 17.00 í dag 100 metrar blandað menn Alvi Hjelm og Róland Toftum 400 metrar frí kvinnur Vár E. Eidesgaard og Eyðrið Mortensen 200 metrar rygg menn Alvi Hjelm og Óli Mortensen 100 metrar frí menn Rókur Trygvason 50 metrar frí kvinnur Vár E. Eidesgaard og Barbara Debes 50 metrar firvald menn Róland Toftum 200 metrar rygg kvinnur Signhild Joensen og Eyðrið Mortensen 800 metrar frí menn Óli Mortensen og Johan Nónskarð Dam 4 ferðir 100 metrar frí kvinnur Føroyar 4 ferðir 100 metrar blandað menn Føroyar Petur Sigurð Johannesen tapti ein dyst og vann tríggjar, og tað merkti at hann skuldi berjast um tí einu bronsuna. Eftir ein drúgvan dyst vann Petur Sigurð, tí mótstøðumaðurin var dømdur at tapa fyri tvært ferðir at hava fingið ávaring frá dómarinum. Føroysku tennisspælararnir eru í sokallaðari B kapping nú, og í morgun spældu Pætur M. Dahl og Jón Brekku fyrsta dystin í tvímansleikinum móti Ynis Mon. Dysturin endaði 2 0 til Ynis Mon, og tað eru føroyingarnir als ikki nøgdir við. Teir ásanna, at ein orsøk er, at tað er langt millum veruligar kappingar í føroyskum tennis. Vit spæla sjáldan kappingar, og tað sæst aftur, tá vit skulu spæla dystir á til dømis Oyggjaleikunum, sigur Jón Brekku, sum er annar spælarin í tvímansleikinum. Tað er næstan sum byrja av nýggjum, hvørjaferð vit byrja upp á dystirnar í Oyggjaleikunum, tí okkum vantar kappingarvenjing, leggur Pætur M. Dahl afturat. Høvuðsorsøkin til arbeiðsvanlukkuna á byggiplássinum hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri var óansni ella ósketni hjá tí, sum doyði í vanlukkuni. Niðurstøðan er, at arbeiðsgevarin hjá manninum, sum doyði, smápartafelagið MTV Byggivirki, hevur ikki brotið arbeiðsumhvørvislógina. Kanningar vísa, at maðurin, sum doyði, var í ferð við at ringja til arbeiðsgevaran, tá vanlukkan hendi. Hann var farin burtur frá manninum, hann arbeiddi saman við, fyri at ringja. Arbeiðs og brunaeftirlitið sigur, at maðurin, tá hann fór at ringja, var farin ov nær við lyftuna beint áðrenn, hon fór at koyra. Maskinan hevur skumpað hann um koll, og síðani hevur hon koyrt yvir hann. Ringt samband er á Víkum, har er til dømis einki fartelefonsamband, men kajakkrógvararnir eru væl útgjørdir. MRCC fekk boðini um teir úr USA klokkan12.20 í gjár. Verkætlanin er als ikki búgvin til tess, og Landsverk mælir til fyrst at kanna gjøllari fíggingarleist, avleiðingar fyri samfelagið, jarðfrøði og trygd. Tá fyrireikingararbeiðið er liðugt, og støða tikin til, um tunnil skal gerast og hvar, er málið búgvið til at stovna partafelag sum byggir og rekur suðuroyartunnilin, sigur Landsverk, sum hevur almannakunngjørt sínar viðmerkingur um álitið um Suðuroyartunnilin. Vit hava skapt ein veruleika, har tað perfekta er idealið. Vit hava tí ikki pláss fyri, at tú kiksar sum menniskja, sigur Ann Dahl Hansen, prestur, sum hevði eina áhugaverda hugleiðing áðrenn guðstænastuna sunnudagin. Menn, ið hava verið útsettir fyri kynsligari misnýtslu, hava havt trupult við at leita sær stuðul. Felagsskapurin Kris hevur nú fingið betri umstøður og hevur eisini gjørt ein hjálparbólk fyri mannfólk. Og fyri at tað ikki skal vera nóg mikið, so fer hon at hava eitt dansiskeið í modernaðum dansi á háskúlanum í Havn í kvøld klokkan 20.30. Hóast føroyingurin hevur tað fatan, at føroyiskir politikarar nærmast skifta flok, sum vit onnur skifta hosur, so er floksdisiplinin lutfalsliga góð. Tað staðfestir Laura Apol, stjórnmálafrøðingur, sum hevur gjørt kanning um flokslýdni. Seinastu 20 árini eru 11 floksbrot hend. Tað er at fólk fara úr einum flokki. Harafturat er tveir blivnir tveittir úr flokkinum. Hetta valskeiðið eru fýra brot hend. Í finaluni í einstaklingakappingini í skeet vann hann á gotlendinginum, Fredrik Melin, og skaffaði Føroyum enn eitt gullheiðursmerki. Ein sera spennandi kapping í hæddarlopi endaði við, at Teresa Fríðriksdóttir Bláhamar endaði á einum deildum triða plássi. Fyrstu lopini vóru sera sannførandi. Men tá hon skuldi leypa yvir stongina, sum var sett uppá 159 sentimetrar, gekk ikki longur. Nógvi vindurin darvaði so mikið, at Teresa ikki megnaði at leypa yvir teir 159 sentimetrarnar. Hóast nógvu renningina seinastu dagarnar, so fylgdi Rebekka leingi við teimum báðum fremstu. Eftir einari løtu dragnaði hon frá teimum báðum, men triða plássi kom ongantíð í vanda. Føroyar vunnu eisini tvey bronsuheiðursmerki í svimjing. Annað kom í liðkappingini hjá kvinnum, og hitt vann Róland Toftum í 50 metur firvald. Í frælsum ítrótt vunnu Føroyar tvey bronsuheiðursmerki afturat. Teresa F. Bláhamar vann bronsu í hæddarlopi, tá hon leyp 1,56 metrar. Tvey onnur bronsuheiðursmerki vórðu vunnin í opna vektbólkinum í judo, tá Petur Sigurd Johannesen og Edvard Johannesen vunnu hvør sítt. Poul Michelsen, landsstýrismaður, sigur, at nú privati marknaðurin ikki vísti áhuga fyri Posta, heldur tað almenna fram við at reka Posta. Bartal Poulsen møtti sera sterkari mótstøðu og tapti greitt fyrsta settið. Seinna settið var javnt eina løtu, men so kláraði Bartal ikki at fylgja við meira og tapti aftur. Vár Erlingsdóttir Eidesgaard hevur eina harða skrá, tí hon skal svimja í trimum einstaklingakappingum, harímillum 800 metrar frí, og so liðkapping afturat. Og í kvøld eru tríggjar liðkappingar, tí sum siður er verður endað við eini sokallaðar mix liðkapping, har bæði mansliðið og kvinnuliðið verður samanblandað í eini felagskapping, sum eitur átta ferðir 50 metrar frí. Finalurnar í kvøld eru hesar 100 metrar blandað kvinnur Vár Erlingsdóttir Eidesgaard 400 metrar frí menn Óli Mortensen og Johan N. Dam 200 metrar firvald kvinnur Rebekka Trygvadóttir 100 metrar rygg menn Alvi Hjelm 100 metrar frí kvinnur Vár Erlingsdóttir Eidesgaard 50 metrar frí menn Róland Toftum og Rókur Trygvason 50 metrar rygg kvinnur Signhild Joensen 200 metrar bringa menn Rókur Trygvason og Alvi Hjelm 800 metrar frí kvinnur Vár Erlingsdóttir Eidesgaard Fýra ferðir 100 metrar blandað kvinnur Føroyar Fýra ferðir 50 metrar frí menn Føroyar Átta ferðir 50 metrar frí kvinnur og menn Føroyar Hesin peningur kann brúkast til at stuðla verkætlanum, sum land og kommunur gera í felag saman við Fólkaheilsuráðnum ferðaskrivstovum og øðrum, heldur Landsverk. Landsverk heldur, at Føroyar hava góðar møguleikar at vera við til at fremja heimsmál nummar trý hjá ST við at stuðla undir eitt rørsluvinarligt undirstøðukervi. Í árligu nøgdsemiskanningunum hjá Visit Faroe Islands spyrja alsamt fleiri ferðafólk eftir súkklumøguleikum, millum annað súkklubreytum og ferðafólk vilja leiga súkklur. Forkvinnan í Fiskivinnuráðnum, Jóanna Djurhuus, hevur spurt limirnar i Fiskivinnuráðnum, um til ber at hava fund sum skjótast um fiskidagarnar hjá útróðrabátunum. Orsøkin er, at Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur sent Fiskivinnuráðnum eitt uppskot um at broyta kunngerðina, sum ásetir býtið millum fullriknu útróðrarbátarnar í bólki 5A og útróðrarbátarnar í bólki 5B, sum hava útróðurin sum parttíðar vinnu ella sum nýggja vinnu. Uppskotið hjá landsstýrismanninum er í stuttum um at flyta nakrar útróðrarbátar úr bólki 5B yvir í bólk 5A og lata teir taka fiskidagarnar við sær. Sambært uppskotinum hjá Høgna Hoydal, sum hann vil hava Fiskivinnuráðíð at viðgera í skundi, koma 600 fiskidagar afturat í bólki 5B. Orðið økologi ella vistfrøði hevur upprunaliga rót í orðinum oikos , sum á greskum merkir heim . Og júst hugtakið heim er snýningsdepil í bókmenta og listatiltakinum Always coming home , sum verður á G festivalinum í ár. Á tiltakinum verður hugtakið heim lýst listarliga úr ymsum sjónarhornum millum annað úr einum vistfrøðiligum og burðardyggum sjónarhornið, men íblásturin kemur eisini frá hugtakinum solostalgi , sum merkir tað ikki at føla seg heima heima og at leingjast heim meðan vit eru heima . Tað eru Kim Simonsen frá forlagnum Eksil, og danski kuratorin Ida Bencke, sum hava samskipað tiltakið, har eini 27 føroysk og útlendsk listafólk luttaka. Tað hevur týdning, at kend hugtøk verða endurhugsað listarliga , halda fyriskipararnir. Ofta verður tosað um eitt nú veðurlagsbroytingar og burðardyggleika vísindaliga, men tað hevur eisini stóran týdning, at hesi hugtøk verða lýst úr einum meira listarligum sjónarhornið, tí listin kann fáa okkum at endurhugsa kend hugtøk, og at skilja tey á ørðvísi hættir , sigur hon. Ida Bencke hevur arbeitt nógv við samstarvi millum listafólk og vísindafólk, og hon heldur, at samstarv millum vísindi og list er neyðugt og mennandi, tí tað gevur íblástur og skapar nýggjar mátar at skoða avbjóðingar uppá. Hoyr sendingina her Luttakarar, Jarvin Feilberg Hansen, Heri Joensen, Sigrið Højsted, Jóhan Michelsen, Heðin Olsen, Kim Simonsen og Ida Bencke Hann vann 4 3 móti Johan Petterson av Álandi. Petterson er fyrrverandi yrkisleikari og hevur eisini eitt oyggjaleikagull frá Álandi í 2009 í heiðursmerkjasavninum. Dysturin var sera spennandi, og Hallur Thorsteinsson var aftanfyri 3 2, men kom sterkt aftur og vann tey bæði síðstu settini 11 3 og 11 7. Eyðun Fríðursson Ellendersen spældi seg eisini í aðru rundu við 4 0 sigri á Javier Sotomayor av Falklandsoyggjunum, meðan Fróði Fríðason Jensen tapti 4 1 móti Jordan Luke Wykes, sum er hægst styrkismetti maðurin í kappingini. Hjá kvinnum hevur Rakul Mikkjalsdóttir spælt seg í aðru rundu við 4 1 sigri á Paula Le Ber av Guernsey, meðan Anna Mikkjalsdóttir tapti tepurt 4 3 fyri Meenal Viz av Gibraltar. Kurvabóltslandsliðið skrivaði søgu, tá tað vann sín fyrsta oyggjaleikasigur í dag. Tað gjørdu teir við at smyrja Áland av. Dysturin endaði ikki minni enn 76 35 til føroyska liðið. Føroyska kurvabóltsliðið hevur staðið seg væl í oyggjaleikunum á Gibraltar, og framgongdin er eyðsýnd. Á oyggjaleikunum á Gotlandi í 2017 og Jersey fyri fýra árum síðani tapti Føroyar allar sínar dystir og máttu leggja rygg til fleiri stórtap. Áðrenn sigurin í dag hevði landsliðið tapt tvær ferðir tepurt. Fyrst 79 74 fyri Jersey og síðan 44 46 fyri Isle of Wight umframt eitt tap upp á 76 31 fyri Guernsey. Kurvabóltslandsliðið skrivaði søgu, tá tað vann sín fyrsta oyggjaleikasigur í dag. Tað gjørdu teir við at smyrja Áland av. Dysturin endaði ikki minni enn 76 35 til føroyska liðið. Føroyska kurvabóltsliðið hevur staðið seg væl í oyggjaleikunum á Gibraltar, og framgongdin er eyðsýnd. Á oyggjaleikunum á Gotlandi í 2017 og Jersey fyri fýra árum síðani tapti Føroyar allar sínar dystir og máttu leggja rygg til fleiri stórtap. Áðrenn sigurin í dag hevði landsliðið tapt tvær ferðir tepurt. Fyrst 79 74 fyri Jersey og síðan 44 46 fyri Isle of Wight umframt eitt tap upp á 76 31 fyri Guernsey. Í finaluni var mótstøðuliðið Saaremaa, og føroyska liðið var stórfavorittur. Tað heitið livdi liðið eisini upp til í stórum stíli. Síðan skuldi Jógvan Páll Kristiansen royna seg, men eftirsum Saaremaa bert hevði fýra mans á liðnum, vann føroyingurin uttan dyst. Spælt var upp í trý, so Búgvi Poulsen fekk møguleikan at avgera alt. Tað eydnaðist eisini hjá veteraninum, sum vann lætt á mótstøðumanninum. Sigurin merkti, at Sigmund Johansen og Edvard Johannesen ikki sluppu í dyst finaluni, men gullheiðursmerki er helst ein góð troyst. Eisini í innleiðandi kappingini rann hann nóg skjótt til at taka føroyska metið, ið var 11,27 sekund, men vindurin var ov nógvur, og tí taldi tíðin ikki sum føroyskt met. Í finaluni rann Tórur sera væl og skjótt. Hann var fimtur um mállinjuna við tíðini 11,12 sekund. Samstundis tók han 16 ára gamla føroyska metið, sum Heini Hátún átti. Eisini í innleiðandi kappingini rann hann nóg skjótt til at taka føroyska metið, ið var 11,27 sekund, men vindurin var ov nógvur, og tí taldi tíðin ikki sum føroyskt met. Í finaluni rann Tórur sera væl og skjótt. Hann var fimtur um mállinjuna við tíðini 11,12 sekund. Samstundis tók han 16 ára gamla føroyska metið, sum Heini Hátún átti. Hitt gullheiðursmerkið kom á skjóting, har Alex Johannesen vísti sera høgt støði, og tryggjaði Føroyum fyrstu gullheiðursmerki í trap og setti samstundis nýtt Oyggjaleikamet . Føroyar vóru í fýra hálvfinalum í badminton, men føroysku badmintonleikararnir vunnu onga hálvfinalu, og tí gjørdist tað til fýra bronsur til Føroyar . Tríggjar í einmansleiki og ein í blandaðum tvímansleiki. Í svimjingini vóru Føroyar við í øllum kappingum. Vár fekk sítt 6. gullmerkið í dag, og tað var eisini tað einastu gullið, sum svimjarnir vunnu í dag. Umframt eitt gull, so fingu svimjarnir fýra silvur. Umframt heiðursmerkir og met, so skrivaðu kurvabóltslandsliðið søgu. Sigurin á Álandi var tann fyrsti sigurin nakrantíð. Føroyar vunnu 76 34. Vár E. Eidesgaard vann gull á 800 metrum frí, meðan Óli Mortensen, Vár Eidesgaard, Signhild Joensen og føroyska liðið vunnu silvur. Torkil Veyhe arbeiddi hart fyri at súkkla Dávur Magnussen í góða støðu til endaspurtin, og Dávur lá væl fyri í bólkinum, tá súkklararnir komu um síðsta svingið. Hann lá ytst við girðingina mitt á vegnum og royndi at sleppa útum ein súkklara av Guernsey, tá hann bar við metallið og datt framav. Ruðuleiki valdaði eina løtu, og fólk óttaðust avleiðingarnar av samanstoytinum, men tey andaðu lættan, tá føroyski súkklarin sjálvur gekk yvir til sjúkrabilin. Bæði Dávur Magnussen og maðurin av Guernsey, ið eisini fór umkoll, sluppu við smáum snuddum. Eg havi ongantíð brotið nakað, segði Dávur í flogfarinum á veg til Gibraltar, og hann hevði aftur eydnuna við sær, tá hann reyk í asfaltið í kvøld. Eg helt mína linju, men so kemur ein maður av Guernsey og skumpar meg. Hatta kom sum eitt sjokk, segði Dávur Magnussen eftir samanstoytin. Føroyski súkklarin varð koyrdur á sjúkrahús, har hann var kannaður fyri heilasjálvta, men úr føroysku súkkluleguni frættist, at hann ongan álvarsaman skaða hevur fingið. Tær komu illa frá byrjan og taptu fyrsta settið 11 3. Í øðrum setti komu tær sterkt aftur, men megnaðu ikki at avgera til egnan fyrimun. So vóru tær trýstar at vinna triðja sett, men søgan endurtók seg. Tær høvdu settbóltar, men Evalina Carlsson og Elin Schwartz vunnu settið 13 11, og tryggjaði sær finaluplássið. Hann hevur verið varðhaldsfongslaður síðani 30.mai, og Føroya rættur gjørdi av, at hann skal sita dómin alt fyri eitt, so hann sleppur ikki út nú. Vágs kommuna hevur fingið loyvi frá Umhvørvisstovuni til at søkkja tilfar á streymasjógvi úti fyri Vágsfjørð, tilfar, sum verður tikið upp, nú havnin í Vági skal reinsast og dýpast. Hóast havbotnurin við bedingina er sera illa dálkaður, er tó talan um so smáar nøgdir og avmarkað øki, at loyvi er givið at søkja tilfarið haðani. Umhvørvisstovan sigur í loyvinum, at er tað gjørligt, skal nytta fáast burtur úr tilfarinum, til dømis um tað kann brúkast til útfylling, so sum minst verður søkt. Tað var samdrigið og slavin luft, tá rennararnir fóru avstað av Victoria Stadion í Gibraltar fyrrapartin, men tað gekk bert ein hálvur tími, so vísti sólin sítt andlit og við henni kom náðileysi hitin eisini. Men hitin nervaði ikki Rigmor N. Arge og Sarah Vallin serliga nógv, tí báðar gjøgnumførdu hálva maratonið og vunnu Føroyar bronsuheiðursmerkið fyri lið. Har var dramatikkur á stadion, tá rennararnir nærkaðust endanum, tí fleiri úr øðrum oyggjum enn Føroyum smullu um. Millum annað ein úr Guernsey, sum av tí sama ikki kom á mál, og tað hevði so við sær, at Føroyar komu fram um Guernsey í liðkappingini. Tað eru altíð blandaðar kenslur, tá slíkt hendir, men vit mugu kunna fegnast um okkara bronsuheiðursmerkið, sigur Guttorm Sørensen. Tað eydnaðist ikki at verja gullheiðursmerkið frá seinastu leikunum á Gotlandi. Til tað var Rachael Franklin av Isle of Man ov sterk, men føroyski rennarin var væl nøgd við annað plássið. Rebekka Fuglø segði, at venjingarumstøður hennara hava ikki verið so góðar hesa ferð, og tí er hon glað um tey trý heiðursmerkini, sum hon hevur runnið heim til Føroyar. Sambært MRCC vóru 41 bjargingar á sjógvi og á landi í 2018. Tá er talan um bæði føroyingar og ferðafólk. Umleið 100.000 ferðandi vitjaðu í Føroyum í fjør. Rakettin skal sleppa fylgisveinum í umferð, sum so skulu savna inn data. Rúmdarstøðin í Hetlandi, sum stendur fyri verkætlanini, samstarvar við Føroya Tele. Fyrsta royndarballónin verður send upp nú sunnudagin, 14. juli. Talan er í fyrstu atløgu um eina royndarballón, sum skal kanna viðurskiftini upp í stratosferini. Gunvør Balle, forkvinna í mentamálanevndini hjá Tórshavnar Kommunu, sigur, at kommunan saman við pedagogfelagnum og øðrum arbeiða við loysnum. Í 1975 fekk hann hýru við Dagstjørnuni, sum var vaktarskip, og trý ár seinni fór hann umborð á Ólav Halga, og hevur síðani siglt sum skipari hjá Vaktar og Bjargingartænastuni. Politikkarar fáa fjórða hvørt ár møguleika at endurskoða og umhugsa okkara støð. Eg havi brúkt seinastu tíðina at hugsa meg væl um, og eri komin til ta niðurstøðu, at eg ikki stilli upp aftur til løgtingið, nú val verður aftur, skrivar Sonja Jógvansdóttir. Fyri fýra árum síðan varð Sonja Jógvansdóttir vald á ting fyri Javnaðarflokkin við 1.021 atkvøðum, sum var næst flest á javnaðarlistanum. Bara Aksel V. Johannesen fekk fleiri atkvøður. Sonja Jógvansdóttir gjørdist tó skjótt ósamd við Javnaðarflokkin, og hevur verið uttanflokkatingkvinna síðan. Hon avgjørdi tó at fara upp í Tjóðveldi herfyri, men gjørdist tó ikki partur av tingbólkinum. Ætlanin var, at hon skuldi stilla upp til komandi løgtingsval, men tað verður nú av ongum. Føroyska liðið í boðrenning stórfegnaðist um triðja plássið í dag. Framanfyri stórari áskoðarafjøld runnu allar fýra upp til sítt besta, og tað tryggjaði bæði teimum og Føroyum eitt bronsuheiðursmerki. Tær tóku eisini føroyska metið. Brøðurnir Sólarn og Marne Isaksen hava fingið boð um, at teir skulu steðga við hummarafiskiskapi í økinum uttanfyri Skálatoftir í Haraldssundi. Bakkafrost hevur havt aliloyvi í økinum síðani 2015, men vilja nú seta nýggjar ringar út í økinum, soleiðis at ringarnir nú liggja har, sum hummararúsurnar hava ligið. Sólarn Isaksen sigur, at teir ikki vórðu hoyrdir, tá aliloyvið upprunaliga varð givið alirisanum í 2015. Sambært honum gloymdi Heilsufrøðiliga starvsstovan at hoyra brøðurnir, hóast teir hava fiska hummara í Haraldssundi síðani 1986. Mentamálaráðið gjørdi ongar fundarfrásagnir í tíðarskeiðinum, tá roknivilla varð gjørd í trappukjallaranum á skúlanum. Tí ber ikki til at síggja, hvat Mentamálaráðið visti um byggingina í hesum tíðarskeiði. Bjørn Kalsø, fyrrverandi landsstýrismaður, bað um serstakar neyvar frágreiðingar av fíggjarstøðuni í 2014. Men hesar frágreiðingar vóru sambært aðalstjóranum í Mentamálaráðnum, Poul Geert Hansen, innanhýsis skjøl hjá Landsverk, sum hann tískil ikki hevði atgongd til. Allir fiskidagarnir í bólki 5B eru brúktir, og tí liggur stóru partur av útróðrarflotanum lamin. Men landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, ætlar at broyta kunngerðina. Kunngerðin ásetir býtið millum fullriknu útróðrarbátarnar í bólki 5A og útróðrarbátarnar í bólki 5B, sum hava útróðurin sum parttíðar ella nýggja vinnu, soleiðis at nakrir útróðrarmenn í bólki 5B sleppa aftur til útróðrar. Uppskotið hjá landsstýrismanninum snýr seg í stuttum um at flyta nakrar útróðrarbátar úr bólki 5B yvir í bólk 5A og lata teir taka dagarnar við sær. Teir útróðrarmenn, sum hava avreitt fyri 200.000 krónur fyrra hálvár í ár, skulu sambært uppskotinum flytast yvir í bólk 5A. Tað hevði, sambært Fiskimálaráðnum, givið umleið 600 fiskidagar afturat í bólki 5B, og sama dagatal minni í bólki 5A. Mikudagin segði Vørn, at 2.471 dagar eru brúktir í bólki 5A, og tá vóru tí 2.856 fiskidgar eftir. Joanna Djurhuus, forkvinna í Fiskivinnuráðnum, sigur, at tað ber ikki til at fáa Fiskivinnuráðið saman fyrr enn týsdagin. Fundurin í ráðnum byrjar klokkan 15, og forkvinnan væntar at avgreiða málið tá. Lógin um Fiskivinnuráðið sigur, at øll týðandi fiskivinnumál og øll uppskot til lógir og kunngerðir, sum hava við fiskivinnuna at gera, skulu leggjast fyri fiskivinnuráðið til ummælis. Heilsu og innlendismálaráðið hevur kannað undirskriftirnar, sum flokkurin lat ráðnum tann 5. juli. Ráðið kann staðfesta, at 812 av undirskriftunum lúka ásettu treytirnar. Sostatt lýkur flokkurin treytirnar í 15, stk. 3 og 4, í løgtingslóg nr. 49 frá 20. juli 1978 um val til Løgtingið og hevur rætt at luttaka í komandi løgtingsval Tað er eitt gott ár síðani at Hjalmar Zachariassen fór undir arbeiðið at savna undirskriftir, men arbeiðið steðgaði upp, tí Hjalmar Zachariassen gjørdist uppstillaður fyri hin nýggja flokkin Framtakið fyri rættinum at velja Kannabis. Nú Føroyaflokkurin hevur fingið góðkenning er eisini greitt, at tað verða níggju flokkar, sum stilla upp til løgtingsvalið. Nýggi flokkurin Framtakið fyri rættinum at velja Kannabis hevur frammanundan eisini fingið góðkenning at stilla upp. Skiparin og 1. stýrimaður á Belbek fingu bót og treytaða frádøming av vinnubrævinum í rættinum í gjár fyri at vera ávirkaðir av rúsdrekka, tá teir silgdu skipið á land í Kollafirði mikudagin. Treytaða frádømingin av vinnubrævinum merkir, at skiparin og stýrimaðurin kunnu arbeiða víðari, men at teir missa vinnubrøvini, um teir fremja fleiri brot innan trý ár. Skiparin og stýrimaðurin fingu eisini eina bót uppá umleið 8.000 krónur hvør. Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at menninir eru dømdir fyri at hava eina promillu millum 0,2 og 1,2. Teir ákærdu eru útlendingar, og tí varð málið longu avgreitt klokkan 14 00 í gjár, hóast brotið var framt so seint sum mikudagin. Hans Johannes á Brúgv, stjóri í Sjóvinnustýrinum, sigur, at talan er um vanliga trygdarkanning, ið skal gerast, tá skip kemur út fyri óhappum eins og tað, sum hendi mikudagin, tá Belbek silgdi á land. Reiðaríið Varðin í Gøtu hevði 125 milliónir krónur í yvirskoti í fjør. Hóast talan er um stórar upphæddir, so er úrslitið hjá Varðanum tað ringasta síðani 2012. Í 2017 hevði Varðin 182 milliónir krónur í yvirskoti. Árið fyri var yvirskotið 214 milliónir, og í 2015, 2014 og 2013 var yvirskotið ávíkavist 185 milliónir, 145 milliónir og 130 milliónir krónur. Í 2018 gjørdist yvirskotið sum nevnt 125 milliónir krónur. Varðin er móðurfelagið hjá reiðaríunum, sum eiga skipini Tróndur í Gøtu, Jupiter, Finnur Fríði, Tummas T og Høgiklettur. Eisini eigur Varðin 76 prosent av uppsjóvarvirkinum Varðin Pelagic, helvtina av fyritøkuni Faroe Origin, umframt at felagið eigur í øðrum feløgum. Sverri Sandberg Nielsen skal í dag rógva í A finaluni í World Cup rógving fyri singlescullara. Kappingin er í Hollandi, og Sverri skal rógva klokkan 13 29 í dag. Leiðin fram til finaluplássið í dag hevur verið sindur øðrvísi enn vanligt. Fríggjadagin, tá kappast var um finaluplásisð, var veðrið ikki til vildar. Gongst sum ætlað, fer útvarpið at hava samrøðu við Sverra Sandberg Nielsen í tíðindunum klokkan 14, beint eftir at hann hevur róð finaluna. Nógv fólk hava síðstu dagarnar ringt til løgregluna og boðað frá skilaleysari koyring í óbygdum øki á landsvegunum, í nógvu ferðsluni, sum hevur verið á vegunum í samband við G festivalin. Bilførarar hava í nógvu ferðsluni mist tolið, og hava gjørt skilaleysar yvirhálingar í óbygdum øki. Tað er kortini avmarkað fyri ikki at siga einki hvat løgreglan víðari kann gera við málini. Tá fólk, sum boða okkum frá, ikki hava skrivað niður nummarpláturnar á bilunum, sum yvirhála, kunnu vit sum so ikki gera meira við málini, sigur vakthavandi á politistøðini. Sálmar 539 Vælkomin summartíðin 399 Fyrigev oss syndir várar 43 Tín miskunn, o Guð, er sum himinin há 353 Harrin rættir út sín arm 650 Fram vit bera teg í dag 722 Sov blítt og søtt Marjun í Kálvalíð, prestur, prædikar. Eivin Jacobsen er deknur, við orglið situr Marjus Dam og klokkari er Súsan Tavsen. Tøkningur í kirkjuni er Dánjal Tavsen. Tað var tíðin, sum fyri lítlari løtu síðani tryggjaði rógvaranum, Sverra Sandberg Nielsen, enn eitt gullheiðursmerki í rógving uttanlands. Sverri Sandberg Nielsen vann gull í rógving í greinini Single Sculler sum er einmansrógving í A finaluni í World Cup rógvingini, sum er í Hollandi. Fríggjadagin, tá kappast varð um finaluplássið, var veðrið ikki til vildar. Og tað var tað heldur ikki í dag, tá Sverri Sandberg Nielsen fekk eina ringa byrjan orsakað av veðrinum. Tað eydnaðist kortini føroyska rógvaranum at koma afturíaftur, og tá rógvarnir høvdu róð teir 2.000 metrarnar, kom føroyski rógvarin fyrstur um málstrikuna við tíðini 7 24 51. Tað var tætt millum Sverra Sandberg Nielsen og norska Kjetil Borch, ið varð nummar tvey. Tíðin hjá norska rógvaranum var 07 24 93. Sostatt vóru bara 42 100 av einum sekundi millum rógvararnar báðar. Dagarnar eftir at eldur kom í Notre Dame katedralin í París 15. apríl, lovaðu franskir og útlendskir gevarar peningagávur fyri tilsamans 6,8 milliardir krónur, so katedralurin kundi byggjast uppaftur. Í morgin eru tríggir mánaðir síðani, at eldur kom í 800 ára gamla Notre Dame katedralin, men enn er bara ein lítil brotpartur av peningagávunum komin. Sambært myndugleikunum er minni enn 10 prosent av peninginum komin. Forsetin í Fraklandi, Emmanuel Macron, hevur millum annað lovað, at katedralurin skal byggjast uppaftur, so samband verður ímillum siðaarvin og nútímansgerðina. Júst hetta tykist vera ein av orsøkunum til, at peningurin, sum gevararnir annars søgdu seg vilja lata til byggingina, ikki er komin enn, hóast peningurin varð lovaður. Tað er eingin ivi um, at meginparturin av gevarunum, sum eg havi tosað við, ynskja, at katedralurin skal síggja út, sum hann gjørdi áðrenn eldin, sigur Michael Picaud, formaður í grunninum, ið umsitur peningagávurnar. Nógvir gevarar blivu ræddir, tá teir sóu tey nógvu og ymisku hugskotini frá arkitektunum, sigur formaðurin í grunninum, sambært DR. Eitt starvsfólk í grunninum segði í juni, at eingin av teimum stóru gevarunum fór at lata nakra peningagávu, so leingi tað ikki er vissa um, hvussu katedralurin fer at síggja út, tá hann er bygdur uppaftur, skrivar Financial Times. Eitt av uppskotunum, sum hevur loypt øði í fólk í Fraklandi, er eitt uppskot um, at spírini skulu loga, tá tey verða endurgjørd, tá arbeiðið í katedralinum verður gjørt. Tað verður ikki fyrr enn um nakrar mánaðir, at tað verður avgjørt, hvussu Notre Dame katedralurin fer at síggja út, tá hann verður liðugt endurbygdur. 130 hondverkarar arbeiða í løtuni fyri at tryggja katedralin, so hann ikki rapar og fyri at avmarka dálkingina frá blýggi. Arbeiðið, at endurbyggja katedralin, byrjar væntandi í næsta ár. Áhugin fyri at seta búgv í Nes kommunu er so stórur, at kommunan nú hevur keypt jørð, ið skal stykkjast út til 20 nýggj grundstykki í kommununi. Tað skrivar kommunan í ársroknskapinum fyri 2018. Arbeiðið, at stykkja út tey nýggj grundstykkini, byrjar í heyst, og verður eftir ætlanini liðugt á vári í 2020. Áhugin fyri grundstykkjum í Nes kommunu var í fleiri ár annars lítil fyri ikki at siga eingin. Tey seinnu árini er vend komin í, og eftirspurningurin eftir grundstykkjum er øktur, sigur kommunan. Burðatíttleikin í Íslandi er søguliga lágur. Tað skrivar Frettablaðið. Í miðal fær hvør íslendsk kvinna millum 1,7 og 1,8 børn, samanborið við 2,9 børn fyri 40 árum síðani. Tað sigur Óløf Garðardóttir, professari í sosialsøgu á lærda háskúlanum í Reykjavík. Kortini minkar fólkatalið ikki, og tað er tí, at íslendingar liva longri enn fyrr, sigur hon. Men flestu útlendingarnir, sum koma til Íslands at arbeiða, eru eystureuropearar, og har er burðatíttleikin enn lægri enn í Íslandi, sigur professarin við Frettablaðið. Óløf Garðardóttir sigur, at royndir úr øðrum londum vísa, at besta leiðin at ganga fyri at fáa fólk at fáa sær fleiri børn, er at hækka um upphæddina, sum foreldur í barnsburðarfarloyvi fáa, umframt at leingja um sjálvt farloyvið. Tølini frá amerikanska orku kunningarstovninum, EIA, fyri apríl vísa, at USA nú kann breggja sær av at hava roynt at framleitt meira el orku frá varðandi orkukeldum enn frá koli. Sól, vindur og vatn stóð fyri 23 prosentum av streymframleiðsluni, samanborið við, at 20 prosent av streyminum stavaðu frá koli. Tað skrivar heimasíðan, Verdens Bedste Nyheder. Síðani Donald Trump, forseti tók við í 2017, eru 50 kolorkuverk afturlatin og bara eitt latið upp, hóast forsetin júst nú linkar krøvini til kolorkuframleiðslu, og hóast hann sigur seg elska kol . Tað segði Hassan Rohani, forseti í eini røðu í iranskum sjónvarpi í gjár. Men amerikanski uttanríkisráðharrin, Mike Pompeo vísir aftur, at hetta er ein møguleiki. Hann sigur við Washington Post , at talan er um sama tilboð, sum Rohani gav fyrrverandi uttanríkisráðharranum, John Kerry, og Barack Obama, forseta, seinasta valskeið í USA. Trump forseti eigur sjálvandi avgerðina, men hetta er slóðin, sum seinasta stjórnin valdi at fara, og hon endaði við kjarnorkuavtaluni, sum núverandi stjórn, Trump forseti og eg sjálvur halda vera eina vanlukku, sigur uttanríkisráðharrin við Washington Post. Frakland, Bretland og Týskland almannkunngjørdu í gjár eina felagsyvirlýsing, har londini mæla øllum pørtum til at fara aftur til samráðingarborðið fyri at forða fyri øktum spenningi í Miðeystri. Føroysku bjargingarfeløgini hava ov lítla játtan at virka fyri, heldur Regin Jespersen, ið er formaður í Landsfelagnum fyri føroysku bjargingarfeløgini. Flestu bjargingarfeløg kring landið mugu fáa stuðul frá fyritøkum í økinum. Harafturat fáa bjargingarfeløgini 3.500 krónur um tíman frá tryggingarfeløgunum, um tey verða kallað út til ein bát, sum er tryggjaður. Hoyr meira í útvarpstíðindunum her. Ein nýggj kanning hjá danska Sosialstýrinum, Sosialstyrelsen, vísir at 1,6 prosent av børnum á dagstovnum í Danmark onga feriu hava, og at sjey prosent av børnunum hava feriu minni enn tríggjar vikur um árið. Í Føroyum hava vit ikki eitt savnað tal fyri, hvussu nógva feriu børn á dagstovnum hava, vísur Beinta Dalbø, leiðari á Barna og ungdómsdeildini hjá Tórshavnar kommunu á. Allir stovnar í Tórshavnar kommunu skráseta tó feriuna hjá børnunum, og tí vita leiðararnir á stovnunum, hvussu nógva feriu børnini hava, sigur hon. Til hevði borið, at fingið eitt savnað tal, men tað krevur, at tølini frá øllum stovnum í Føroyum verða savnaði, sigur Beinta Dalbø. Hvørt ár lata stovnarnir í Tórshavnar kommunu aftur í tríggjar vikur, men ein felags stovnur er opin. Seinastu trý árini hava umleið trý prosent av børnunum, ið ganga á dagstovni í Tórshavnar kommunu, verið á hesum samanlagda stovninum. Hesi børnini nýtast tó ikki at hava minni av feriu enn hini børnini, tí foreldrini kunnu arbeiða júst hetta tíðarskeiðið, og hava frí eitt annað tíðarskeið, vísir Beinta Dalbø á Hóast eitt savnað tal ikki er fyri feriu hjá dagstovnabørnum, so metir Beinta Dalbø, at tey flestu børnini á dagstovnum í Tórshavnar kommunu hava umleið eins nógva feriu og foreldrini. Men tað er tó hennara varhugi, at tað eru børn í Føroyum, ið hava minni av feriu enn foreldrini, og sum hava lutfalsliga lítið av feriu. Tað kann verða tí at forledrini hava skift arbeiði og tí ikki hava rætt til feriu, tað kann vera vegna persónlig viðurskifti til dømis tí foreldrini eru sjúk, og so kann tað verða tí, at óskil valdar í familjuni, og tá er talan ofta um barnaverndarmál , sigur Beinta Dalbø. Tað kann tó eisini koma fyri, at foreldur senda børnini á stovn, hóast tey sjálvi hava feriu, tí tey vilja fáa ymisk praktiskt í rætt lag, áðrenn barnið fer í feriu, ella tí at tey halda, at barnið keðir seg heima og hevur tað betri á stovninum saman við øðrum børnum, sigur hon. Beinta Dalbø vísir á, at tað er sera týdningarmikið fyri børn at hava feriu, og at børn hava eins nógvan tørv á feriu og vaksin. Børn hava eisini tørv á bara at vera heima í friði, og at slappa av, sigur Beinta Dalbø. Ein partur av kanningini hjá Sosialstýrinum, er ein spurnarkanning, har kannað verður, hvat hevur týdning fyri, hvussu nógva feriu børnini hava. Nógv tey flestu foreldrini í kanningini siga, at arbeiðið hevur mest at siga, nøkur siga, at persónlig viðurskfiti, sum eitt nú heilsan, hevur størstan týdning fyri hvussu nógva feriu børnini hava, ein minni partur sigur at at fíggjarlig viðurskifti hava týdning, og so siga eini trý prosent, at tað er tí, at barnið keðir seg heima ella hevur torført við at fáa tíðina at ganga. Í kanningini verður eisini spurt um, hví barnið hevur færri feriudagar enn tey vaksnu. Tá svara eini 27 prosent, at tey raðfesta at fáa nakrar frídagar uttan børn, ein partur svarar, at orsøkin kann vera, at børnini vera ansaði av ommum og abbum, og nøkur siga, at talan er um samanflutta familju, og at foreldrini raðfesta at børnini tí skiftast um at hava feriu. Ein lítil partur sum sigur, at tað er tí at børnini keða seg heima, ella at foreldrini hava torført við at aktivera tey. Johan Hentze er trompetblásari í symfoniorkestrinum og spælir í øllum møguligum øðrum samanhangum, til dømis jazzbólkum, bigbandi og enntá sum undirhaldari í fjepparabólkinum Skansanum. Mítt ljóðføri og eg er ein sendirøð í útvarpinum, har tosað verður við tónleikarar um tónleik og lívsleið og so teirra samband við tað ljóðføri, sum teir spæla. Heðin Zachariasen í Streymnesi er nevndarformaður í Landleiðini og hinir í nevndini eru Eybjørn Johansen og Rodmundur Andreasen í Vestmanna. Rúsevnið MDMA varð staðfest á G festivalinum í ár. Ein ungur maður hevði tikið ov nógvar tablettir og mátti í skundi koyrast á Landssjúkrahúsið, har hann kom undir viðgerð. Alt spældi tá avtornaði væl av, tá ein ungur drongur varð koyrdur á Landssjúkahúsið fríggjakvøldið, eftir at hava verið á G festivali, og har hann hevði tikið ov nógv av rúsevninum MDMA. Klokkan 20 50 fríggjakvøldið ringdi ein maður til løgregluna og boðaði frá, at vinmaður hansara var sera illa fyri, tí hann hevði tikið hetta rúsevnið. Samarittar og ein lækni komu til mannin, og avgjørt var, at sjúkrabilur í skundi skuldi koyra hann á Landssjúkrahúsið. Maðurin kom undir læknahond, og fekk tað seinni betri, men hann var sambært løgregluni illa fyri, tá hann kom á sjúkrahúsið. Tey løgreglufólk, sum vóru á G , fóru síðani at leita eftir rúsevnum, men funnu eingi. Dávur Magnussen frá rúsevnadeildini sigur, at MDMA er við at vinda uppá seg. Løgreglan og tollarar hava fleiri ferðir seinastu tíðina lagt hald á evnið bæði tá fólk eru á veg inn í landið, eins og fólk eru tikin í náttarlívinum við evninum uppi á sær. MDMA er eitt eftirgjørt rúsevni, sum økir ógvusliga um nátúrligu eydnu hormonini í kroppinum. Ávirkanin kann vera somikið stór, at vandi er fyri, at hjartað ikki megnar at fylgja við. Dávur Magnussen frá rúsevnadeildini sigur, at dømir eru úr útlandinum millum annað úr Danmark har ungfólk eru deyð, eftir at hava tikið MDMA. Í Føroyum eru álvarsligir skaðar ikki staðfestir enn, og hendingin farna fríggjakvøld er tann ógvusligasta higartil. MDMA verður bólkað sum rúsevni í tí harðara endanum, sum Dávur Magnussen orðar tað. Í mun til bót og revsing, verður evnið umróknað til ekstasy tablettir, og so verður revsingin ásett. Er talan um heilt stórar nøgdir og sonevndar bakmenn, kann revsingin verða fongsul heilt upp í 14 ár. Var tað ikki tí, at familjan kærdi fútan til Ríkisadvokatin, so hevði málið um gentuna, sum varð funnin druknað í Hvannasundi í 2012, ongantíð blivið til rættarmál. Fútin slepti málinum, men Ríkisavdokaturin álegði honum at halda fram við kanningunum, sum nú sjey ár eftir deyðsfallið hava við sær, at ein maður verður ákærdur fyri dráp. Hví tað hevur tikið so drúgva tíð, er ilt at fáa staðfest, men Kringvarpið veit, at uttan eina kæru frá famlijuni til Ríkisadvokatin, so hevði politiið slept málinum. Hoyr meira í útvarpstíðindasendingini klokkan 12 20 niðanfyri her. Klassiski gittarin var leingi tann illavorðni lítlibeiggin, greiðir Ólavur Jakobsen frá. Sjálvur hevur hann eisini eina øðrvísi tilgongd enn tey flestu til tað at gerast klassiskur tónleikari. Tí hann var stórt sæð sjálvlærdur, til hann fór á konservatoriið. Pápin spældi gittara, og heima við hús vóru fleiri gittarar, sum hann royndi seg á. Sum hjá øðrum dreingjum, var tað popp og rocktónleikurin, sum fyrst dróg, men tá hann ein dagin hoyrdi Segovia spæla Bourr hjá Bach, var hann seldur. Har var einki at gera. Hann fór av sínum eintingum at læra seg at spæla klassiskt, hann lurtaði og spældi, og sjálvur heldur hann tað vera ein fyrimun, at hann lærdi seg gjøgnum oyruni og út í fingrarnar. Ólavur Jakobsen hevur nýliga keypt sær ein spildurnýggjan Fleta gittara, sum er tað besta av tí besta, tá tað kemur til klassiskan gittara. Men hann hevur eisini ein stratocaster standandi í einum horni, og hóast hann er hugfangaður av nýggjum og eldri klassiski tónleiki, so leitar hann eisini aftur til Led Zeppelin og Eagles viðhvørt. Mítt ljóðføri og eg er ein sendirøð í útvarpinum, har tosað verður við tónleikarar um tónleik og lívsleið og so teirra samband við tað ljóðføri, sum teir spæla. Um vikuskiftið kundu ferðafólk royna seg sum seyðahirðar í ein dag. Hiking.fo og Eystur Kommuna skipaðu fyri túrinum, har útlendingarnir fóru í hagan at royta seyð og geva honum heilivág. Nathalie ger av at leita biologiska pápan upp, uttan at siga frá frammanundan ætlar hon sær at fara í tónleikastudio, har hann arbeiðir. Bispur sigur, at Fólkakirkjan hevur valt at seta pening til síðis eitt nú soleiðis, kirkjan kann umvæla gamlar bygningar og kirkjur. Men sambært 3, stk. 2 hava dagstovnar opið gerandisdagar í dagtímunum, men lógin ásetur ikki, at dagstovnar skulu hava opið hvønn gerandisdag. Lógin hevur heldur onga allýsing av, hvat ein gerandisdagur er, og um ávísir dagar, sum til dømis jólaaftan og ólavsøkuaftan, ikki eru at meta sum gerandisdagar. Umboðsmaðurin metti tí, at lógin ikki áleggur kommununum skyldu at hava ansingarpláss til taks allar gerandisdagar í árinum, sum til dømis í sambandi við ráðleggingardagar. Umboðsmaðurin vísti á, at bæði í 3, stk. 3 í dagstovnalógini og í 3 í kunngerð nr. 62 frá 1. apríl 1993 um dagstovnar, dagrøkt og døgnstovnar fyri børn og ung, er tað landsstýrismaðurin, sum hevur heimild til ávikavist at áseta reglur og at góðkenna viðtøkur um virksemið á dagstovnum, millum annað nær hesir hava opið. NCC er so smátt byrja at bora í Traðardali í Sandoynni. Borivognurin varð settur í gongd 4. juli, og nú eru tilsamans boraðir 98 metrar. Fríggjadagin fer arbeiðið í summarferiu fram til ólavsøkudag, tá byrjað verður aftur. Einaferð eftir summarfrítíðina verður eisini byrjað at bora á Gomlurætt, skrivar Sandoyartunnilin á Facebook . Eftir ætlan verður koyrandi ígjøgnum tunnilin í desember 2023, og mett verður, at 300 400 bilar fara dagliga at koyra ígjøgnum tunnilin. Tey Burturvilstu eitur Bachelor ritgerðin, sum Vinjard Magnussen hevur skrivað sum partur av sosialvísindislesnaðinum á Fróðskaparsetri Føroya. Blaðið Daily Mail hevur havt samrøðu við eina loyniliga keldu, sum veit at siga, at Captain Marvel stjørnan, Lashana Lynch, tekur við eftir James Bond í nýggja filminum, Bond 25, sum í løtuni verður innspældur. Síðani Daniel Craig, sum er núverandi James Bond, boðaði frá, at hann ikki heldur fram í leiklutinum sum 007 agentur, hava gitingar verið um, hvør fór at verða eftirmaður hansara. Tað sigst verða Phoebe Waller Bridge, ið skrivar handritið til nýggja James Bond filmin, sum hevur tikið avgerð um at lata eina kvinnu spæla leiklutin sum 007 agenturin, skrivar svenska YLE. Goma er størsti býur í landinum, sum higartil er raktur av smittuni. Heilsumálaráðið í Kongu staðfestir, at tann smittaði varð funnin skjótt, tað var ein prestur, sum kom til Goma úr býnum Butembo. Presturin hevði vitjað og prædika í Butembo, og har hevði hann tikið í hondina á fólki. Heilsumálaráðið upplýsir, at hann á henda hátt er komin í samband við tey sjúku. Av tí at sjúklingurin fekk staðfest sjúkuna so skjótt, er smittuvandin lítil, og ferðafólkini, sum vóru í sama bussi, sum presturin til Goma, er koppsett í dag, sigur heilsumálaráðið. Ebolasmittan har eysturi í Kongo Kingshasa hevur higartil kravt 1.655 mannalív. Sambært heilsumálaráðnum í landinum er 694 fólk vorðin frísk frá sjúkuni, og meira enn 160.000 fólk eru koppsett móti ebola. Heimsheilsustovnurin WHO vónar at gera enda á smittuni við nýggju koppsetingini. Men hernaðarlig álop móti sjúkrahúsum og fíggindaskapur frá øðrum fólkabólkum hava tó gjørt, at kinkur er komin í arbeiðið, at koppseta fólk. Tað hevur eisini verið torført hjá heilsustarvsfólkum at finna tey, sum eru smittað, tí uppreistrardeildir eru í økinum og óvissa valdar í Ituri og í norðaraparti av Kivu økinum. Hetta er tíggjundu ferð at ebola herjar í Kongo Kinshasa. Í 2014 til 2016 doyðu 11.300 fólk av ebola í Vesturafrika. Evropatingið hevur atkvøðugreiðslu um hetta klokkan 17 seinnapartin føroyska tíð. Allir 28 ríkisleiðararnir í ES hava innstillað von der Leyen sum ES nevndarforkvinnu. Ursula von der Leyen er kristinkonservativ, og tað er eisini størsti bólkurin í Evropatinginum, men henni nýtist nógv fleiri atkvøður enn tær úr hennara egna bólki. Næststørsti bólkurin í tinginum er sosialdemokratiski bólkurin, men har eru tey vónbrotin av, at ES londini hava víst á von der Leyen og ikki hollendska Frans Timmerhaus, sum er sosialdemokratur. Og úti á vinstravonginum, hjá sosialistunum og teimum grønu, halda tey, at Ursula von der Leyen vil ov lítið, tá tað snýr seg um veðurlagspolitikk. Hjá liberala bólkinum, Renew Europe, sum er triðstørstur í Evropatinginum, er undirtøka fyri von der Leyen. Ein orsøk er, at danska Margrethe Vestager verður partur av ovastu leiðsluni. Ætlanin er, at Margrethe Vestager skal vera næstforkvinna í ES nevndini á jøvnum føti við hollendska Frans Timmermans, sambært danska kringvarpinum, DR. Fær Ursula von der Leyen ikki meiriluta millum teir umleið 750 tinglimirnar í dag, noyðast evropeisku ríkisleiðararnir at finna eitt nýtt uppskot, og tað verður neyvan klárt fyrr enn eftir summarfrítíðina. Ursula von der Leyen boðaði í gjár frá, at hon í morgin leggur frá sær sum verjumálaráðharri í Týsklandi. Hetta ger hon uttan mun til úrslitið á atkvøðugreiðsluni í tinginum seinnapartin í dag, gjørdi hon vart við. Hóast bjargingarfólk sambært sjólógini hava rætt til samsýningar, hendir hetta tó ikki í praksis, tí bjargingarfólkini lata bjargingarfeløgunum samsýningina. Í tíðindunum á middegi í gjár hoyrdu vit formannin í landsfelagnum fyri føroysku bjargingarfeløgini eftirlýsa størri fíggjarliga vælvild frá tí almenna. Øll 11 feløg, sum arbeiða við bjarging, fáa 1,3 milliónir krónur í almennum stuðli. Hetta heldur Regin Jespersen vera alt ov lítið í mun til tær uppgávur, sum feløg og bátar taka sær av. Bjargingarfólk hava sambært sjólógini rætt til samsýning, tá virðir verða bjargað, men sambært Jens Hansen frá bjargingarbátinum LÍV, kemur tað ikki fyri, at fólkini gera krav upp á hesa samsýning. Tey kenna til fíggjarligu avbjóðingarnar, og lata tí feløgunum peningin. Tað er bert tá talan er um tað, sum verður flokkað sum bjarging, at feløgini fáa pening frá tryggingarfeløgunum ella eigara. Er lívsvandi á ferð, eru eingir pengar ímillum. Tað eru í høvuðsheitum trý sløg av bjargingaruppgávum, harav tvær teirra altso geva samsýning. Verður eitt nú ein útróðrarbátur sleipaður til lands, og hann er tryggjaður, fær bjargingarfelagið 3.500 krónur fyri hvønn arbeiðstíma. Harafturat kann tað koma fyri, at eitt felag bjargar stórum virðum, og hetta gevur ein ávísan brøkpart av samlaða virðinum á skipi og last. Til dømis bjargaði bjargingarbáturin LÍV fyri nøkrum árum síðani Eydnu við Skansabryggju í Havn. Hendan bjarging gav LÍV 100.000 krónur. Sambært sjólógini áttu bjargararnir tveir fimtapartar av bjargingarlønini 40.000 krónur. Jens Hansen sigur tó, at eingin av bjargingarfólkunum vildu taka ímóti samsýning, men lótu hana víðari til bátin. Jens Hansen er samdur við Regini Jespersen um, at almenni stuðulin til bjargingarfeløgini ikki stendur mát við tær uppgávur, sum hesi feløg loysa. Um almenni stuðulin bleiv størri, hevði tað tó ikki havt við sær, at bjargingarfólkini fóru at gera krav upp samsýning, metir Jans Hansen. Bjargingarfólkini vita frammanundan, at talan er um sjálvboðið arbeiði, og sjólógin heimilar eisini, at víkjast kann frá reglunum um samsýning, um partarnir eru samdir um tað, sigur Jens Hansen. Bæði Jens Hansen og Regin Jespersen eru tó samdir um at bjargingarfólk høvdu fingið samsýning, um talan bleiv um bjarging fyri stórar upphæddir. Hetta er tó ikki hent enn. 913.000 krónur eru komnar í kassan í innsavningini til manslandsliðið í hondbólti. Innsavningin er gjørd fyri at liðið kann luttaka í HM undankappingini, sum byrjar í vetur. Ongin góðkend hondbóltshøll er í Føroyum, og tí mugu dystirnir spælast uttanlands, og hetta gevur Hondbóltssambandinum fleiri eykaútreiðslur. Tað eydnaðist ikki løgtinginum at samtykkja uppskot um eykajáttan til hondbóltslandsliðið, áðrenn tingið fór í summarfrí. Men so bleiv ein privat innsavning sett í verk, ið hevur givið meira enn fyrireikararnir høvdu vónað. Stríðið millum Russland og Vestanlond er farið rættiliga illa við gamla vinalagnum millum politikaran Marie Krarup og fjølmiðlakvinnuna Annu Libak. Men nú fara tær báðar fyrrverandi vinkonurnar á ferð gjøgnum Putins Russland. Saman skulu tær royna at skilja russarar og samfelagið, sum tær eru vorðnar so ósamdar um. Spurningurin er, um tær kunnu gerast vinkonur aftur, ella um Russland er komið ímillum tær med alla Verturin Sara Skaarup, sum er kynslívsfrøðingur, ferðast inn í djóraríkið at læra um hugtakandi kynslívið og vita, um lykilin til betri kynslív hjá fólki man finnast har. Útlátið frá føroyskum skipum, sum sigla í altjóða sjógvi, skal minka munandi longu 1. januar í 2020. Tá koma fyrstu krøvini frá ST stovninum IMO í gildi. Krøv, sum Føroyar hava bundið seg til at halda. Hyggja vit at oljubrúkinum hjá samlaða skipaflotanum í øllum heiminum, svarar tað til tað, sum landið, ið brúkar fimtmest olju, brennir. Tí er umráðandi, at skipaferðslan finnur grønari loysnir í mun til útlát. Tá talan er um tungolju olju við svávulinnihaldi er skipaferðslan ein av størstu brúkarum, men 1. januar verður ikki gjørligt at fylla skipstangarnar við olju, sum inniheldur meira enn 0,5 prosent svávul, ið millum annað elvir til sýruregn, tá tað verður brent. Føroyska Reiðarafelagið fyri Handilsskip er limur í ICS, sum umboðar 80 prosent av altjóða handilsflotanum. ICS tekur undir við krøvunum frá IMO, sum verða sett í verk 1. januar 2020 og næstu 30 árini verða víðkað munandi. Altjóða skipaferðslan er til reiðar til nýggju krøvini, sigur Anthony Gurnee, stjóri í Ardmore Shipping við amerikonsku sjónvarpsrásina CNBC. Tað, sum er áhugavert við teimum treytum, sum koma nú er, at vinnan hevur kent til tær í 15 ár, men tað hevur hjá teimum flestu ikki verið neyðugt at gjørt nakað fyrr enn nú, segði Anthony Gurnee. Tað, sum shippingstjórin sipar til, er at fyribilskrøvini frá IMO bert snúgva seg um svávulinnihaldið í oljuni. Avbjóðingin verður tí at fáa framleitt og flutt hesa reinari oljuni runt í heiminum, so skipaflotin fær bunkrað. Vit hava nú fingið at vita, hvørja olju vit skulu brúka, og so er tað upp til oljuídnaðin at framleiða hana, segði Anthony Gurnee, stjóri í Ardmore Shipping við CNBC. Frá 1. januar verður sostatt ikki gjørligt hjá føroyskum skipum, ið sigla í altjóða sjógvi, at bunkra tað bíligastu tungoljuna. Nú skal hon fyribils bara innihalda 0,5 prosent svávul, og komandi árini verða enn strangari krøv sett. Á landi verður framvegis tungolja við hægri svávulinnihaldi enn 0,5 prosent brúkt. Tað eru tó bara SEV og Havsbrún, sum nýta hetta slagið av brennievni. Bogi Andreasen,sigur, at fjarhitin kostar so nógv nú, tí Fjarhitafelagið fær ongan hita frá Sundsverkinum og brúkar tí nógva olju. Hjartamálini kunnu, sambært Heilsurøktarafelagnum, bøta um arbeiðsviðurskiftini hjá heilsurøktarum og lívskorini hjá fólki, sum heilsurøktarar varða av. Hjartamálini hjá Heilsurøktarafelagnum verða løgd fram í Perluni í Havn týskvøldið í næstu viku. Tey verða eisini á heimasíðu felagsins og á sosialu miðlunum. Klokkan 18 í kvøld byrjar Evropa League dysturin á Svangaskarði millum KÍ og Riteriai úr Litava. Fyrri dysturin millum liðini endaði 1 1, og tí hevur KÍ ein góðan møguleika fyri at spæla seg víðari í kappingini í kvøld. Skjøl, sum CNN hevur fingið atgongd til, vísa, at Assange hitti russiskar hakkarar, og á sendistovuni bygdi hann upp ein leiðsludepil sum skuldi ávirka amerikanska forsetavalið. Assange skal millum annað hava fingið góða útgerð, sum megnar at flyta nógva dátu, stutt undan at WikiLeaks fekk upplýsingar, sum russisku hakkararnir høvdu skaffað. Upplýsingarnar um hetta koma fram í fleiri hundrað eftirlitsfrágreiðingum, sum ein sponsk trygdarfyritøka hevur gjørt, og sum stjórnin í Ekvador hevur bílagt. Í frágreiðingini skrivar trygdarfyritøkan, at eingin ivi er um, at prógv eru um at Assange hevur havt samband við russiskar fregnartænastur. Tað er áður avdúkað, at russiskir hakkarar hava ávirkað amerikanska forsetavalið við tí endamáli, at Donald Trump skuldi vinna á mótvalevninum Hillary Clinton. Tað varð eisini nevnt í frágreiðingini hjá serliga kanningarleiðaranum, Robert Mueller, fyrr í ár, at WikiLeaks hjálpti russarum at ávirka amerikanska valið. Assange hevur allatíðina sýtt fyri at hava samstarvað við russarar. Hann hevur eisni tvíhildið um, at keldan til Clinton teldupostarnar, sum tey almannakunngjørdu undan valinum, ikki var stjórnin í Russlandi ella nakar annað statsligt vald. Assange søkti í 2012 um friðskjól á sendistovuni hjá Ekvador í London, tí svenskir myndugleikar vilja hava hendur á honum, tí hann er undir illgruna fyri at hava framt kynslig lógarbrot. Rundan um húsini er stórur garður við alskyns blómum, runnum og trøðum, og so hava tey eisini seyð, gæs, kalkunir, ein svana og ein ravn, umframt fleiri ymisk sløg av hønum. Sunnudagin 7 juli varð ein lítil grind, 16 hvalir, rikin inn á sandin í Syðrugøtu, og fimm hvalir vóru merktir við sendarum við fylgisveina samskifti at kanna, hvussu og hvar hvalirnir ferðast. Grindin lá á víkini tað mesta av mánadegnum, men um kvøldið fór hon norður gjøgnum Kalsoyarfjørð og helt kósina norður í hellingina 60 fjórðingar úr landi. Hon var tveir dagar í hesum øki, og helt síðani kósina í beinan vestan yvir Íslandsryggin við ein ferð á umleið ein fjórðing um tíman, og er nú 60 fjórðingar úr Íslandi. Helena Hurtig tekur dreymin um eitt ævinligt gonguverk við sær í grøvina. Kattis Ahlstrøm og Niklas Køllner ætla at hitta arvingarnar og fáa tekningarnar til gonguverkið. Tey koma fram til eina lívssøgu, sum er verd eina njósnaraskaldsøgu. Kattis Ahlstrøm og Niklas Køllner leita persónar upp, sum hava arvarættindi og eina ókenda familjusøgu. Ein 32 ára gomul kvinna varð dripin í álopinum. Í juni varð 22 ára gamli James Alex Fields í býarrættinum dømdur sekur fyri haturslógarbrot. Fields hevur viðgingið, at hann við vilja koyrdi bilin inn í eina mannamúgvu. Fólkini gingu mótmælisgongu móti høgra víðgongdum í býnum Charlottesville í Virginia 12. august 2017. Í rættinum greiddu vitni frá álopinum, sum hevur givið teimum sálarlig og likamlig mein, eitt nú posttraumatiskt stress, angist og tunglyndi. Men sambært NTB tíðindastovuni, vísti Fields eingi tekin um, at hann angrar sína gerð. Dómarin segði í úrskurðinum, at Fields hevur leingi havt sálarligar trupulleikar, men dómarin legði dent á, at Fields hevur verið í viðgerð fyri hetta, og at sálarliga støða hansara er eingin umbering fyri tað sum hann hevur gjørt. Dómarin vísti eisini á, at eingi prógv eru fyri, at James Alex Fields varð hóttur ella álopin, tá hann koyrdi bilin inn í mannamúgvuna. Undir rættargongdini segði verjin hjá honum, at Fields var bangin, tí hann hevur sæð ógvusligar samanbrestir millum hvítar nationalistar og antirasistar. Instagram er appin, sum ungdómurin brúkar nógv. Tað hava fyritøkur eisini funnið útav. Uttanlands er hetta ein vinnuvegur hjá fleiri ungum fólkum, sum vinna sær nógvan pening við at leggja myndir út av vørum, sum fyritøkur geva teimum í gávu. Í Føroyum hevur hetta fyribrigdi eisini vundið uppá seg. Føroyskir ungdómar eitt nú Teresa Reinert Ovenberg tjena eisini pengar frá føroyskum fyritøkum við at leggja vakrar sjálvsmyndir út, meðan tær vísa á vøruna, sum fyritøkan hevur sent teimum. Stórur møguleiki er fyri, at útróðrarflotin fer at liggja, áðrenn fiskiárið er liðugt. Nógvir bátar eru um boðið at sleppa til útróðrar, tí fiskidagarnir eru um at vera brúktir. Gummigranulat frá graslíkisvøllum dálkar illa, tí tað endar í náttúruni. Dømi eru eisini um ovurstórar mongdir av tílíkum gummi, sum enda í fjøruni, tá vøllir verða skiftir út. Eitt umhvørvisvinarligari slag av granulati úr korki finst at brúka til fótbóltsvøllir, men tað er ikki líka væl umtókt, tí tað er dýrari og ikki so bleytt at spæla á sum gummi. Skal SEV seta meira ferð á sín part av grøna orkuskiftinum, krevur tað, at brúkararnir gera tað sama, men enn hava teir ikki gjørt tað, og tí hevur SEV útsett pump storage skipanina í Vestmanna í tvey ár, sigur Hákun Djurhuus, stjóri. Í dag eru fimti ár síðani teir tríggir, Neil Armstrong og Buzz Aldrin og Michael Collins, fóru í rakettina, Apollo 11, sum stóð klár á Kennedy rúmdarstøðini í Florida, at flúgva teir upp í ringrás kring mánan. Har skuldu Neil Armstrong og Buzz Aldrin fara í lendingarfarið, ið skuldi seta teir niður á mánan, sum teir fyrstu nakrantíð, meðan Michael Collins skuldi vera eftir í rúmdarfarinum Apollo 11. Árini framman undan høvdu amerikanarar í túsundatali arbeitt upp á ætlanina hjá John F. Kennedy, forseta, sum hevði sett sær fyri, at USA skuldi seta fólk á mánan, áðrenn sekstiárini vóru runnin. Tað var undir kalda krígnum, at USA og Sovetsamveldið fóru at kappast um at gera seg galdandi í rúmdini. Russarar vóru teir fyrstu at senda ein fylgisvein í ringrás um jørðina og Juri Gagarin var fyrsti maður í rúmdini. Tíðin er komin at nútímansgera vaktar og bjargingarskipini hjá Fiskiveiðieftirlitinum. Tað heldur Ellintur Abrahamsen, sum hevur siglt sum skipari hjá Vaktar og bjargingartænastuni í 44 ár. ES tingið hevur valt nýggja forkvinnu, og hon eitur Ursula von der Leyen. Hon varð vald í gjárkvøldið eftir atkvøðugreiðlu í ES tinginum. Ursula von der Leyen verður fyrsta kvinna, ið setur seg í hendan sessin, og eisini fyrsti týskari í meira enn 50 ár í tignarligum starvi í ES. ES nevndin er einasti myndugleiki, sum kann seta fram nýggj lógaruppskot í ES. Í tinginum, sum velur formannin í ES nevndini, sita 747 kommisserar úr øllum limalondunum. Fyri at vinna valið skuldi Ursula von der Leyen fáa 374 atkvøður, sum svarar til helvtina av atkvøðunum, pluss eina. Atkvøðurnar fekk hon. 383 atkvøddu fyri týska valevninum og 327 ímóti. 22 limir í ES tinginum atkvøddu blankt, og ein atkvøða varð vrakað. Hon er limur í krisin konservativa flokkinum, CDU. Hon varð vald í týska Bundestag í 2009 og hevur verið verjumálaráðharri síðani 2013 til nú. Fiskivinnuráðið tekur ikki undir við ætlaðu broytingini hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, um at broyta kunngerðina um treytirnar í útróðrabólki 5A og 5B. Ráðið skuldi taka støðu til uppskot um at flyta nakrar útróðrarbátar upp í bólk 5A, soleiðis at teir kunnu fiska av teimum fiskidøgum, sum enn eru eftir í bólki 5A. Fyri stuttari tíð síðani kom niðurstøðan frá Fiskivinnuráðnum tey siga, at tað er ein óskikkur at broyta fortreytirnar hjá teimum, sum arbeiða í fiskivinnuni í tíð og ótíð. Víðari siga tey, at sannlíkt fara fullriknu útróðrarbátarnir í bólki 5A at mangla dagar seinni í ár, um broytingin verður gjørd kortini. Føroyskir sjómenn í Norra skulu ikki vera vísir í at sleppa undan at rinda heilsutrygdargjald, hóast kærunevndin hevur biðið Heilsutrygd gevast at krevja pengar frá manni, ið siglir við norskum skipi. Føroyingar, sum arbeiða í Noregi og gjalda til Folketrygd har, eiga ikki eisini at gjalda heilsutrygdargjald í Føroyum, sigur kærunevndin í niðurstøðuni. Men áðrenn Heilsutrygd ger eftir boðunum frá Kærunevndini, fer stovnurin fyrst at spyrja seg fyri hjá Heilsu og Innlendismálaráðnum, sigur Egil á Bø, stjóri í Heilsutrygd. Ráðið skuldi eftir ætlan flyta inn í sethúsini í Tinganesi í novembur 2018, men hetta er útsett til um árskiftið. Nú er avgjørt, at eingin flyting verður í hesum valskeiðinum. Rógvi Reinert, aðalstjóri í Fiskimálaráðnum, sigur, at Høgni Hoydal, landsstýrismaður í Fiskimálaráðnum, hevur tikið avgerðina um fyribils at avlýsa flytingina. Hetta hevur hann gjørt í samráð við aðalstjóran og starvsfólkini í ráðnum. Rógvi Reinert sigur eisini, at leigan hjá fiskimálaráðnum er umleið 68.000 krónur um mánáðin, meira enn 800.000 krónur um árið. Kringvarpið ætlaði at gera spyrja landsstýrismannin, Høgna Hoydal, hví Fiskimálaráðið leigar fyri 68.000 krónur um mánaðin Yviri við Strond, tá høli eru klár á Tinganesi, men landsstýrismaðurin var upptikin fyrrpartin í dag. Lúsakunngerðin verður herd 1. august. Sambært galdandi kunngerð er loyvda hámarkið í hvørjum aliøki hálvonnur vaksin kvennlús í miðal. 1.juni næsta ár verður hetta hámarkið lækkað niður í eina vaksna kvennlús, og 1. juni 2021 niður í hálva vaksna kvennlús, kunnger Uttanríkis og Uttanríkis og Vinnumálaráðið. Hámarkið nú er hálvonnur vaskin kvennlús í miðal. Í 48 teljingum nú í juli og í juni, er bara skrásett hálvonnur lús í einum alibrúki. Øll hini eru langt undir markinum. Alibrúk, sum nú kunnu hava tíggju klipp, fara, tá broytta kunngerðin er komin í gildi, bara at kunna hava átta klipp, áðrenn smolttalið ikki skal hækka, ella tað skal lækka. Við framsýningini Nátturnar Listaverk vilja fyriskipararnir, Visit Runavík, Tjóðsavnið og listakvinnan Anette Sonne hava áskoðaran at uppliva serstøku og vøkru náttúruna rundan um Toftavatn á ein øðrvísi hátt, og at varnast smálutir, ið ein kanska ikki vanliga leggur til merkis. Við gøtuna kring Toftavatn eru rammur og skelti tí sett upp, og eisini eru rammur settar upp rundan um steinar við skónum, tí endamálið við framsýniningini er eisini at varpa ljós á verurnar skónir. Ein skón verður til við samruna millum ein sopp og eina algu, og tær eru serliga sjónligar á steinum. Skónir gerast sera gamlar, tað er millum 5000 og 8000 ár. Tí ber til at máta ymsar hendingar, ið eru farnar fram í náttúruni, eitt nú ístíðir, við at kanna skónavøksturin. Skónir eru eisini góðir lívfrøðiligir ávísar, sum kunnu nýtast til at máta luftdálking við, og skónir hava gjøgnum tíðina verið nýttar til ymisk endamál, til dømis til at lita við og til heilivág. Økið rundan um Toftavatn er sera vakurt og fjølbroytt við nógvum plantu og djóralívi, og hendan framsýningin gevur fólki høvi til at koma ein túr henda vegin, og at uppliva náttúruna, lyngin og vøkru og ymisku skónirnar, ið pryða steinarnar, á ein nýggjan hátt, siga Marjun Niclasen og Anette Sonne fyriskiparar. Lurtið eftir samrøðuni við Marjun Niclasen, leiðara í Visit Runavík og Anette Sonne, listakvinnu, sum greiða frá um Toftavatn og framsýningina, ið hevur fernisering í morgin. Í síðstu viku fekk Tjóðsavnið boð um, at Zarepta brendi bál við eina kaminu, sum er krígsminni frá 2. heimsbardaga. Vága kommuna hevði ikki givið loyvi til hetta. Helgi Michelsen, sum er savnsvørður hjá Tjóðsavninum, setti seg tí í samband við Zarepta, ið lovaði at steðga við at brenna bál á hesum økinum. Tjóðsavnið meldaði ikki málið, tí tey hildu at tey ungu fólkini, sum høvdu brent bál, ikki høvdu hugsað um, at tey framdu nakað brot. Talan er um kaminu, ið Tjóðsavnið ger kanningar av javnan. Í næstum verða kanningar aftur gjørdar fyri at tryggja, kaminan er í góðum standi. Tjóðsavnið hevur gjørt hesa 3D myndina av kaminuni. Drag í myndina fyri at síggja kaminuna frá ymiskum vinklum. Kamin, Vatnsoyrar by Faroe Islands National Museum on Sketchfab Teir fara at hava í miðal 22 fiskidagar tað, sum eftir er av árinum. Nú eru 81 bátar í bólki 5A, og teir hava 35 fisidagar eftir í miðal til nýggjárs. Millum annað tí tekur Fiskivinnuráðið ikki undir við uppskotinum hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, um at flyta bátar úr bólki 5B í bólk 5A. Sambært tí uppskotinum skulu 637 fiskidagar hjá bátunum í bólki 5B skrásetast í bólki 5A. Grundarlagið hjá bátunum í bólki 5A er hótt, sigur Fiskivinnuráðið. Ráðið sigur eisini, at kunngerðin um býtið millum bólkarnar er longu linkað. Í bólki 5 eru útróðrarbátar, sum eru minni enn 15 tons. Lógin um Fiskivinnuráðið sigur, at øll týðandi fiskivinnumál og øll uppskot um lógir og kunngerðir skulu leggjast fyri Fiskivinnuráðið til ummælis. Umsitingarætlanin fyri fiskidagaskipanina, sum fiskivinnan gjørdi í mai í ár, er eisini ein orsøk til, at Fiskivinnuráðið ikki mælir til at flyta fiskidagar úr bólki 5B í bólk 5A. Umsitingarætlanin skal fyrstu ferð brúkast næsta ár. Fiskivinnuráðið heldur tað vera týdningarmikið, at fortreytirnar í skipanini ikki verða grundleggjandi broyttar, áðrenn ætlanin fer at virka. Umsitingarætlanin sigur, at er ein fiskastovnur omanfyri ávíst mark og veiðutrýstið niðanfyri ávíst mark, kann fiskidagatalið vaksa. Men fiskidagarnir verða færri, um ein stovnur er ov lítil, ella veiðitrýstið er ov stórt. Hetta skal ikki broytast, sigur Fiskivinnuráðið, sum ikki vil gera broytingar nú í bólki 5. Har eru útróðrarbátar, sum eru minni enn 15 tons. Ein kvinna er skuldsett fyri eldáseting. Kvinnan, sum er fyrst í tríatiárunum, er skuldsett fyri at seta eld á eini sethús á Toftum seinnapartin 25.mars. Skuldsetta kvinnan noktar seg seka. Kvinnan búði við húski sínum í húsunum. Eldurin kyknaði á loftinum í húsunum, sum ikki fingu stóran skaða. Afturvendandi og ókeypis tiltakið Laksatorgið , sum Visit Runavík skipar fyri í samstarvi við Runavíkar kommunu, verður leygardagin, og sum nakað nýtt er tiltakið í ár staðsett við bátahylin á Glyvrum. Bátahylurin og keiøkið rundan um bátahylin er útbygt og bøtt nógv seinastu árini, og hóskar seg væl til eitt so stórt tiltak sum Laksatorgið, og til temaið, ið jú er fiskur og laksur , sigur Marjun Niclasen, leiðari í Visit Runavík og fyriskipari. Nógv ymisk tiltøk eru á skránni bæði til børn og vaksin millum annað tónleikur, smakkiroyndir, ponyríðing og opið hús á virkinum hjá Bakkafrost. Avtíð at Laksatorgið í ár verður við bátahylin á Glyvrum, hevur Bátafelagið á Bakka verið sera virkið at skipa fyri tiltøkum í samband við Laksatorginum. Formaður í felagnum, Herbert Olsen, sigur, at Batafelagið fegnast um, at økið rundan um bátahylin er blivið so gott og snotiligt, at tað kann brúkast til slík tiltøk. Hann heldur, at saman við strondini, ið var liðug fyri árið síðani, kann hetta økið vera eitt savningarstað í Runavík, inntil býruin fær ein veruligan miðbý. Bátafelagið hevur ætlanir um at byggja húsið hjá felagnum út, so tað kann rúma eini 100 fólkum. Herbert Olsen vísur á, at hetta verður hent til tiltøkini, ið bátafelagið skipar fyri, og eisini er ætlanin at leiga húsið út til fólk, ið hava størri føðingardagar ella annað. ES tingið valdi í gjárkvøldið nýggja nevndarforkvinnu, og hon eitur Ursula von der Leyen. Í dag eru hon á nærum øllum avísforsíðum í Brússel. Elin Mortensen, føroyska sendikvinna í Brússel, sigur, at fólk eru lættað um, at valið er avgreitt. Haraftruat elvir hetta eisini til, at starvsfólk gerast strongd, tí tey noyðast at renna skjótari og enn meira ávirkar hetta brúkaran. Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri í Tórshavnar Kommunu, sum hevur við nógv almenn arbeiðspláss at gera, og Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, sum umboðar privata arbeiðsmarknaðin, eru bæði á einum máli um, at trupulleikin við manglandi starvsfólkum er stórur. Á bátasavni í Hardanger verður gamalt handverk hildið í hevd. Thomas Marthinsen programmleiðari er við til at strekkja kjølin á einum báti. Lina Teir er ein av teimum, sum stovnaðu borgararørsluna We see you, sum við ítøkiligum gerum og myndugleikakritikki vil lata eyguni í fólki upp fyri truplu støðuni hjá flóttafólkum í Svøríki. Ternan er enn á beding í Havn. Orsøkin til, at Ternan nú so brádliga varð aftur tikin úr sigling á middegi í gjár, er, at botnurin er tærdur á hol, inn í ein tanga. Meðan Ternan er á beding, røkir Spógvin Nólsoyarleiðina. Siglt verður í pendulfarti, og seinasta fráferð er klokkan 22 í kvøld av Bursatanga og 22 30 úr Nólsoy. Spógvin leggur at í Nólsoy, har Ritan plagdi at leggja at, og við træbrúnna á Bursatanga í Havn. Teistin siglir fyri Spógvan á Hestleiðini. Túrarnir í Hest klokkan 8 45, 14 20 og 19 10 eru tilkallitúrar. Eitt, sum hevur havt stóran týdning fyri parlagið, er, at vit hava givið hvørjum øðrum møguleika at fylgja okkara dreymum, eru tey bæði samd um. Tá nunnurnar frættu um nýggja parlagið, søgdu tær við Tórhardu, sum tá einans var 15 ára gomul, at hon skuldi ansa væl eftir og bara spæla ludo við nýggja sjeikinum. Sum tíðin leið, kom hann tó fram til, at tað fór at verða ov keðiligt at liva stakur, og tí fór hann at biðja um at finna tann rætta makan. Tey, sum ætla at keypa hús í oynni, mugu tó brynja seg við toli. Húsameklarafyritøkurnar hava sjáldan hús í Sandoynni til sølu ikki enn ið hvussu er. Tað er fyrst og fremst undirsjóvartunnilin, sum er orsøkin til vaksandi áhugan fyri Sandoynni, men góðu tíðirnar í Føroyum hava eisini við sær, at fleiri fólk leita sær eftir summarhúsi, sigur Kára á Dunga, stjóri í Betri Heim, við Kringvarpið. Nú síggja vit veruliga ávirkanina, sum komandi undirsjóvartunlin hevur. Við fáum undantøkum verða hús í Sandoynni, sum koma á sølulista, skrødd burtur, og enntá seld omanfyri virðismetingina, sigur Petur Mohr Niclasen. Árið eftir gav hann fløgu út og hittaði við lagnum Haunted Honeymoon men síðani hevur hann hildið ein steðg, fingið sær eina borgarliga universitetsútbúgving, blivin pápi, blivin giftur, skift eftirnavn og so hevur hann knappliga fingið hugin aftur at spæla. Hann eigur 90 sangir í Songbók Føroya fólks, og í Barnasangbókini, sum Mentamálaráðið gav út í fjør, eigur hann ta størstu tekstnøgdina, 13 sangir. Hansara sangir verða sungnir við alskyns høvi, á føðingardøgum, í brúdleypum, í veitslum, í skúlum, á barnagørðum og vøggustovum og tá midnáttarsangurin ljóðar á ólavsøku. Talan er um Hans Andrias Djurhuus, og nú verður ævisøgan um helst Føroya fólkakærasta skal søgd í einum savnaðum verkið. Hanus Kambam, ið eisini hevur skrivað ævisøguna um beiggja Hans Andrias Djurhuus, Janus Djurhuus, hevur í nógv ár granskað skaldskapin og persónin Hans Andrias Djurhuus. Sunnudagin verður bókin Hans Andrias løgd fram í Norðurlandahúsinum klokkan 16. Higartil er søgan um Hans Andrias Djurhuus mest fortald í greinum og einstøkum tekstum, og tí hevur tørvur verið á eitt savnað verk um læraran og rithøvundin, heldur Hanus Kamban. Hans Andrias varð føddur 20. oktober 1883. Hann vaks upp í Havn, var tveir túrar til skips, gekk á háskúla 1901 02 og á læraraskúla 1902 05. Í stytri tíðarskeið var hann lærari í Klaksvík og Havn. Hann undirvísti í Sandavági 1909 16 og var 1. lærari á Tvøroyri 1916 19. Árini 1919 50 undirvísti hann á Real og Læraraskúlanum. Hann andaðist 6. mai 1951. Sum høvundur læt Hans Andrias úr hondum yrkingasøvn, skúlabøkur, barnarímur, sjómansrímur, søgusøvn, ævintýr, sjónleikir, eitt lítið sálmasavn og eina skaldsøgu. Hanus Kamban hevur granskað bløð og avísirfrá tíðini, tá Hans Andrias livdi. Hann hevur millum annað funnið yrkingar og tekstir, ið ikki eru í teimum søvnunum, har tekstir hjá Hans Andrias higartil eru savnaðir. Eisini hevur Hanus Kamban nýtt eitt nú brævaskifti millum Hans Andrias Djurhuus og seinnu konu hansara, sum keldur til bókina. Og hevur hann gjørt samrøður við fólk, ið kendu ella hava havt samband við Hans Andrias Djurhuus. Bókin um Hans Andrias er ein bókmentalig ævisøga. Í hesum liggur, at høvuðsdenturin er lagdur á at umrøða og viðgera skaldsins bókmentaligu tekstir og í summum førum kanna eftir, um ævisøguligar upplýsingar kunnu varpa ljós á einstakar teirra. Talan er um eina kontekstuella ævisøga, tað er at skaldsins lív og virki verða sæð og lýst sum partar av einum tíðarsamanhangi. Nýggi stjórin hevur bundna setningin, at hann skal tillaga og broyta stovnin til nútíðar tørv, menna leiðslu og fyrisitingarhugburð, og hann skal eisini tryggja og styrkja álitið á stovnin, bæði innanhýsis, millum manna og mótvegis politisku skipanini. Landsverk hevur verið í stórum ódnarveðri, síðani stjórin varð koyrdur frá, og lyklapersónar meldaðir til løgregluna fyri fíggjargøluna av skúlabyggingini í Marknagili. Nýggi stjórin skal lata landsstýrismanninnum í samferðslumálum frágreiðing um hesi viðurskifti í seinasta lagi næsta vár, stendur í tíðindaskrivi frá Samferðslumálaráðnum. Hann hevur áður arbeitt eitt skifti á Landsverki, og hevur annars starvsroyndir sum verkætlanarleiðari í verklags og byggiverkætlanum í stórum føroyskum og útlendskum fyritøkum, sigur Samferðslumálaráðið. Við at brúka appina FaceApp, loyvir tú sum brúkari eini russiskari fyritøku at brúka myndir tínar á Facebook og navn títt í allar ævir. Unn Krákustein, fulltrúi í Dátueftirlitinum sigur við útvarpið, at appin ikki er so nógv øðrvísi enn aðrar, men at møguleikarnir fyri at angra, ella taka aftur samtykki til at brúka tínar persónsupplýsingar, eru alt ov vánaligir. Í USA eru nógv á gosi, nú russiska appin fer um allan heim. Millum annað hevur Chuck Schumer, andstøðuleiari hjá Demokratunum í amerikanska senatinum, sambært BBC, biðið amerikonsku samveldisløgregluna FBI kanna appina. Hoyr meira í útvarpstíðindunum her. Men lógarbroytingin hjá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, kom ikki aftur úr Trivnaðarnevndini, áðrenn løgtingssetan endaði og datt tí burtur á ólavsøku 2017. Eisini millum annað tey, sum búgva í Føroyum, men sigla við norskum skipum og gjalda til Folketrygd í Noregi sambært norskari lóg. Maðurin, sum siglir við norskum skipi, sigur í sínari kæru til Kærunevndina í almannamálum, familjumálum og heilsumálum, at Heilsutrygd brýtur stýrisskipanarlógina við at ganga í móti Nordisk konvention um sosial sikring. Heilsutrygd hevur tó lýst við, at fólk, sum rinda heilsutrygdargjald í øðrum londum, kundu søkja um at fáa heilsutrygdargjald í Føroyum afturgoldið. Løgmansskrivstovan sigur í rundskrivi um lógarsmíð frá januar í ár, at Føroyar hava skyldu til at broyta løgtingslógirnar samsvarandi millumlanda sáttmálum. Seinastá ár vitjaðu 50 milliónir ferðafólk París og le de France økið. Vøksturin er tvær milliónir ferðafólk samanborið við fyrraárið, 2017. Franski høvuðsstaðurin klárar skjótt ikki at taka ímóti fleiri ferðafólkum. Býarstýrið fyrireikar tí nú eitt forboð móti ferðamannabussum, skrivar danska blaðið, Politiken. Varaborgarstjórin í París heitir nú á ferðafólk um, at brúka meira umhvørvisvinarligar flutningsmøguleikar, eitt nú súkklu, undirgrundarbreyt, býarbussar ella at biðja tey ganga. Vit finna okkum ikki í lógloysinum við ferðamannabussunum. Bussar eru ikki longur vælkomnir í miðbýnum hjá okkum ein hugburðsbroyting má til. Tað sigur Emmanuel Gr goire, varaborgarastjóri, sambært blaðnum Le Parisien. Hann sigur, forboðið má setast í verk, so støðan ikki verður hin sama, sum í Venedig og Barcelona. Fólk í París stúra fyri teimum nógvu ferðamannabussunum, sum dálka og larma illa, og eisini gera tað trupult fyri ferðsluna, sigur varaborgarastjórin sambært franska blaðnum. Býarstýrið í París ætlar at gera stór parkeringsøki uttan fyri býin, har ætlanin er, at ferðamannabussar skulu parkera, so ferðafólkini kunnu koyra inn í býin við almennu flutningsfeløgunum. Frakland er eitt av teimum mest vitjaðu londunum í heiminum. Í 2018 vitjaðu 89,4 milliónir ferðafólk landið, tað eru 2,5 milliónir fleiri ferðafólk enn árið fyri. Barbara Gardlykke Apol upplivir ofta, at tónin er harður, tá hon alment sigur sína hugsan. Fyri nøkrum árum síðani luttók hon sum umboð fyri Sosialistisk Ung í einum bandaðum kjaki á portalinum um fosturtøku. Hetta elvdi til fleiri hóttanir á sosialu miðlunum. Fleiri fólk serliga kvinnur verða hóttar á sosialu miðlunum fyri at siga sína hugsan, og hetta elvir til, at fleiri eisini halda seg aftur. Onkursvegna sjálvcensurera seg. Hetta roynir Barbara Gardlykke Apol at hava í huga, tá hon traðkar fram, hóast tað kann verða trupult. Samlaða sølan av kjøti stendur so at siga í stað, hóast fólkatalið í Føroyum er vaksið seinnu árini, og sølan av vegetar mati er vaksandi. Í Føroyum eru eingi tøl fyri, hvussu nógv kilo av kjøti hvør føroyingur etur í miðal um árið, men vit vita sambært Hagstovuni, at kjøt og kjøtvørur vórðu innfluttar fyri 158 milliónir krónur í 2018. Sambært TV2, er ein fjórði maður dømdur lívlanga fongsulsrevsing, og 20 aðrir eru dømdir millum fimm og 25 ára fongsul fyri leiklut teirra í dupultdrápunum. Avvarðandi hjá kvinnunum hava eisini fingið tvær milliónir marokkiskar dirham í endurgjaldi. Tað svarar til umleið 1,4 milliónir krónur, skrivar TV2. Kvinnurnar vórðu dripnar við knívi og síðani skornar á háls. Alt hetta høvdu teir tríggir IS stuðlarnir tikið á sjónband. Ákæruvaldið kravdi deyðarevsing fyri allar tríggjar menninar. Um deyðarevsingin verður framd er tó ivasamt, Marokko hevur ikki framt deyðarevsing síðani 1993. AFP skrivar, at 21 av teimum 24 nú dømdu hava játtað, at teir stuðla IS. IS hevur ongantíð átikið sær ábyrgdina av drápunum, sum felagsskapurin annars hevur gjørt í øðrum drápum. Sakførarin hjá teimum dømdu hevur boðað frá, at dómurin verður kærdur. Ferðafólk hava tey seinnu árini gjørt innrás í Íslandi. Ferðafólkatalið hevur verið støðugt vaksandi, men hetta er eftir øllum at døma liðugt nú. Annan ársfjórðing í ár minkaði ferðafólkatalið við 13 prosentstigum, vísa nýggjastu tølini hjá Hagstofu Íslands, sum vórðu kunngjørd mánadagin. Í fjør komu 448.000 ferðafólk til Íslands annan ársfjórðing, í ár var talið fyri hetta sama tíðarskeiðið 390.000 ferðafólk sambært hagtølunum. Orsøkin til, at ferðafólkatalið í Íslandi minkaði so nógv annan ársfjórðing í ár, er húsagangurin hjá lágprísflogfelagnum WOW air í mars í ár, skrivar Politiken. WOW air fleyg millum Ísland, Evropa, Asia og Norðuramerika. Flogfelagið kundi tí selja bíligar ferðaseðlar millum Evropa og USA, ið eisini kom ferðavinnuni í Íslandi til góðar. Síðani flogfelagið fór av knóranum eru fimm prosent færri størv í ferðavinnuni og umsetningurin í ferðavinnuni í Íslandi er minkaður við 12 prosentstigum. Avtalan snýr seg um at menna núverandi flogfør, eitt nýtt flogfar, og at londini á ymsum økjum hjálpa hvørjum øðrum við tøkni, sigur svenski verjumálaráðharrin, Peter Hultqvist, við SVT. Svenski staturin hevur játtað nakrar hundrað milliónir svenskar krónur til verkætlanina at byrja við, sigur Peter Hultqvist sambært svenska kringvarpinum. Bretland hevur stríðsflogfarið Eurofighter Typhoon, men landið hevur ætlanir um at menna nýtt stríðsflogfar nevnt Tempest. Stríðsflogfarið verður eftir ætlan klárt til framleiðslu í 2040. Svøríki fer nú við í verkætlanina at menna nýtt stríðsflogfar. Tað órógvar ikki svenska verjumálaráðharran, at Svøríki fer í umfatandi samstarv við Bretland, sum er á veg úr ES. Vit hava gott samstarv við Bretland í verjumálum, og tað halda vit fram við, sama um tey fara úr ES ella ikki, og tey eru jú eisini limir í NATO, sigur Peter Hultqvist, við SVT. Týsdagin 9. juli vóru 85 ár liðin síðani ein av stóru amerikansku arkitektunum Michael Graves, varð borin í heim. Michael Graves næm sær útbúgving á University of Cincinnatti, og hann fullfíggjaði lesnaðin á Harward í 1959. Eftir lokna útbúgving fór hann í starv hjá George Nelson, arkitekti og sniðgeva, síðani var hann, umvegis The American Academy, tvey ár í Rom. og heimaafturkomin fór hann í starv sum lærari á Princeton University, har hann gjørdist professari í arkitekturi í 1972. Í 1964 setur Michael Graves á stovn sína egnu teknistovu, og í 1967 verður Hanselmann House í Fort Wayne, Indiana, bygt eftir hansara tekningum. Men tað er ikki fyrrenn eftir eina framsýning á Museum of Modern Art í New York, at hann av álvara ger vart við seg. Og hetta er ein framsýning, sum Michael Graves, Peter Eisenman, Charles Gwathney, John Hejduk, Richard Meier og hann gera í felag. Michael Graves gongur stutt eftir sínar egnar leiðir sum arkitektur Hann fer burtur frá trongu modernistisku rammuni og fer í nógv størri mun at arbeiða við litum og litseting, og við áherslu á eitt nú skjøldrar, vindskeiðir, súlur, vindeyga og so framvegis. Michael Graves, sum lat eyguni aftur á Grækarismessu í 2015 80 ára gamal, telist í dag millum heimsins fremstu arkitektar, tá talan er um postmoderniskan arkitektur. Í hesari samrøðuni lýsir Albert Isfeld, arkitektur, Michael Graves, samstundis sum nomið verður við hvønn týdning Graves hevur haft. Eisini útgreinar Albert Isfeld, hvat postmodernistiskur arkitekturur er. T kanst hoyra samrøðuna her Nýggi flutningsmálaráðharrin Benny Engelbrecht hevur, hóast danski Javnaðarflokkurin lovaði eitt annað í valstríðnum, ætlanir um at leggja avgjøld á flogferðaseðlar. Slík avgjøld hava verið umrødd í Føroyum, og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í Heilsu og innlendismálum, sum varðar av umhvørvinum, sigur at hóast ongar ítøkiligar ætlanir eru um eitt avgjald av hesum slagi, so koma umhvørvisgjøld at fylla nógv komandi árini. Hann spældi bass við vælumtókta bólkinum The Rabbits og varð í nøkur ár giftur við sangarinnuni Lív Dam, ið hann eisini fekk eina dóttir saman við. Nøkur ár aftaná, at tey bæði vórðu skild, flutti Marius Joensen til Hollands, og har búði hann, líka til hann doyði fyri hálvum øðrum ári síðani. Saman við Martini Joensen spældi Laurens fimm konsertir í Føroyum, og í samrøðuni hoyrast upptøkur frá konsertini í Fjósinum á G festivalinum í ár. Vit minnast mánalendingina við brotum úr søgusavni kringvarpsins. Vit hitta eisini listarmannin, Edward Fuglø, sum á nýggjum frímerki lýsir mánalendingina við føroyskum eygum, og vit tosa við David Arge Klevang Pedersen, ið er adjunktur á DTU Space Center, og útbúgvin verkfrøðingur og rúmdarnavigatørur, og sum stendur á odda fyri Mars Rover verkætlanini. Og David sigur okkum eisini um hvønn týdning mánaferðinar við Apollo hava havt fyri okkara gerandisdag. Tú kanst hoyra frásøgnina her Tað vísti seg, at skipið skal hava nýtt gir. Slíkt gir er ikki á goymslu, men skal gerast til Trónd í Gøtu. Tróndur í Gøtu liggur tí væntandi í eitt ár. Men uppsjóvarkvoturnar hjá skipinum fara tó ikki fyri skeytið. Tí Varðin hevur leigað onga minni enn Gitte Henning úr Skagen, sum bara er ársgomul. Leiguavtalan hevur eisini forkeypsrætt, um P f Varðin vil keypa Gitte Henning, skrivar Varðin á heimasíðuni. Gitte Henning kemur til Føroya um mánaðaskiftið august september. Nú er kunngerðin um fiskiskapin á Flemish Kap broytt, tí 450 tons av toski eru komin afturat kvotuni har. Tey tonsini hava Føroyar fingið í býtisavtalu við ES. Og hesi 450 tonsini verða latin fólki ella felag, sum 31. desember 2017 hevði veiðiloyvi til pelagiskan fisk í altjóða sjógvi í Suðurkyrrahavinum. Ongin av teimum, sum fingu menningarkvotu hesaferð, hevur sagt kvotuna frá sær, men summi hava biðið um longda freist at koma við rakstrarætlan, sigur Fiskimálaráðið. Umsøkjarar til menningarkvotur fingu svar 2. juli kundu ikki beinanvegin loysa frá kai og fiska kvoturnar. Áðrenn fiskiskapurin kundi byrja, skuldu umsøkjarar aftur til roknimaskinurnar. Í svarinum til tey, sum hava fingið menningarkvotu, kemur fram, at allir umsøkjarar hava søkt um nógv størri nøgdir av fiski, enn tey hava fingið. Tí krevur Fiskimálaráðið at fáa eina nýggja rakstrarætlan, ið tekur hædd fyri muninum á nøgdini, sum feløgini søktu um og tí, sum tey hava fingið, áðrenn endalig tilsøgn um menningarkvotu kann gevast. Skrivini við nýggjari rakstrarætlan skuldu sendast fiskimálaráðnum í seinasta lagi 14. juli tvær vikur eftir, at svarið til tey, ið søktu um menningarkvotu, var dagfest. Hann sigur, at onkur umsøkjari hevur søkt um longda freist, og at allar menningarkvoturnar tí ikki kunnu avgreiðast beinanvegin. Ongin umsøkjari hevur frásagt sær menningarkvotuna. Rógvi Reinert kann ikki siga ítøkiliga, hvør umsókn ikki kann viðgerast endaliga beint nú, men váttar at viðgerðin annars er byrjað. Í 1995 vóru 8.000 muslimskir menn og dreingir myrdir í bosniska statinum, Srebrenica, hóast ST deildir skuldu verja statin. Meira enn 300 niðurlendskir hermenn vóru har, men fóru frá sín støð. Í 1991 brast borgarakríggj á í fyrrverandi Jugoslavia, eftir at fleiri landspartastýri høvdu lýst seg at vera sjálvstøðug ríki. Kríggið í Bosnia brast á í 1992. Í juli 1995 vóru 8.000 menn og dreingir myrdir í Srebrenica, hóast hollendskar friðarvarðveitandi herdeildir annars skuldu verja statin. Í 2017 viðgekk niðurlendski staturin seg lutvíst at hava ábyrgd av hendingunum, skrivar De Telegraaf. Nú hevur Hægstirættur í Niðurlondum staðfest tað, sambært Reuters. Dómstólurin skrivar í frágreiðing, at niðurlendsku hermenninir kundu havt forðað fyri, at 350 muslimskir menn endaðu í hondunum á bosniskt serbisku herdeildunum. Fyrstu fráboðanirnar komu av Skálafjørðinum, so politiið í Klaksvik, í norðurøkinum, kannar málið. Alt landið er við í kanningini. Vanliga revsingin í slíkum føri er sekt. Plastringarnir, sum dálkaðu kring landið fyrst í juni og serliga á Skálafjørðinum, verða brúktir í smoltaling á landi. Eisini hoyra vit um støðuna hjá havhestinum. Jóhannis Danielsen, lívfrøðingur, sigur, at havhestastovnurin hevur tað ikki so gott, sum vit halda. Einasti máti at tryggja, at útróðrarflotin kann fiska restina av árinum er at geva honum 3.000 dagar aftrat. Tað sigur Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum. Flokkurin fer at leggja uppskot fyri Løgtingið um at hækka fiskidagatalið. Flestu skipini hjá Strandfaraskipum Landsins eru ótíðarhóskandi og mugu skiftast út. Tað sigur Hilmar Eliasen, stjóri. Ein stórur trupulleiki er, at skipini eru illa tærd. Umhvørvi og dálking skal á dagsskrá til komandi løgtingsval. Tað halda tríggir umhvørvisfelagsskapir, sum nú senda politisku flokkunum spurningar, so veljarin veit, hvørji valevni raðfesta umhvørvið og hvørji eru líkasæl. Nýggi parturin av kirkjugarðinum við Velbastaðvegin í Havn varð vígdur í gjár. Tørvur er á gravum, og nú eru 250 komnar aftrat. Gravir og lendi ganga skjótt undan, og vit mugu umhugsa aðrar loysnir eitt nú at endurnýta gravir, sigur Marin Katrina Frýdal, forkvinna í Byggi og býarskipanarnevndini. Nógv størri ferð má setast á grøna orkuskiftið, um tað skal vera framt í 2030, og ein loysn hevði verið, at tað almenna veitir fólki rentufrítt lán fyri meirkostnaðin, so íløgan í hitapumpuna ikki kostar brúkaranum meira enn ein oljufýrd hitaskipan. Fiskimálaráðið skuldi flyta inn í Sethúsini í Tinganesi, men tann ætlanin er fyribils slept. Høgni Hoydal sigur, at fiskimálaráðið hevði verði spjatt um trý ymisk hús í Tinganesi, um tey futtu. Men Fiskimálaráðið leigar enn hølir Yviri við Strond fyri meira 800.000 krónur um árið, hóast Sethúsini í Tinganesi standa klár og bíða eftir, at onkur flytur inn. Marita Rasmussen vil hava, at Sjómannafrádrátturin verður avtikin, tí at hann er kappingaravlagandi. Hon vísir eisini á, at talan er um frádrátt, sum ikki gevur meining longur, tí at tað ikki longur er ein trupulleiki, at fáa fólk at arbeiða í fiskivinnuni. Iranskir myndugleikar hava lagt hald á bretskt skip, sum silgdi í Hormuz sundinum. Tað varð gjørt fríggjadagin. Skip eiga at halda seg burtur frá økinum fyribils, sigur ein talskvinna fyri bretsku stjórnina. Tað skilst eisini, at iranar eisini hava tikið eitt liberiskt skip, hvørs eigarar hava heimstað í Glasgow. Men tað skipið fekk loyvi at halda leiðina fram, eftir at vápnað vaktarfólk høvdu kannað tað, skrivar BBC. Partar av bretsku stjórnini høvdu fund um málið seint í gjárkvøldið og í nátt. Bretski uttanríkisráðharrin, Jeremy Hunt, sum var við á fundinum, sigur, at tað fær álvarsamar avleiðingar, um Iran ikki loysir málið skjótt. Talan er um bretska oljuskipið Stena Impero . Liberiska skipið eitur Mesdar og tað er fyritøkan Norbulk í Glasgow, sum eigur skipið. Mesdar var á veg móti Savdiarabia, tá tað fór av kósini og fór norður móti iransku strondini. Signalið, sum kann spora skipið, varð sløkt sløkt eitt tíðarbil. Seinni varð upplýst, at hald varð lagt á skipið, men at tað síðani slapp at halda fram. Oljuskipið Stena Impero er ført til havnabýin Bandar Abbas. Sambært iransku myndugleikunum var skipið rent saman við ein iranskan útróðrarbát. Støðan hevur verið rættiliga spent í Hormuz sundinum seinastu tíðina. Í farnu viku segði bretska stjórnin, at trý krígsskip, sum eftir øllum at døma vóru úr Iran, høvdu roynt at steðga einum bretskum oljuskipi at sigla gjøgnum Hormuz sundið eftir at bretska sjóverjan helt eitt iranskt tangaskip aftur við Gibraltar. Í Fraklandi, Spania og øðrum evropeiskum londum fer hitin upp um 40 stig hesa næstu vikuna. Eisini í Týsklandi og Onglandi verður heitt. Fyrsta økið, sum verður rakt av hitabylgjuni, verður Extremadura og Andalusia í Spania, og haðani ferðast hitin til Fraklands og víðari upp gjøgnum Evropa. Vøksturin í ferðavinnuni í Føroyum skapar ávísar avbjóðingar, tá tað snýr seg um at fáa fatur á starvsfólkum til allar tær tænastur, sum vinnan skal bjóða. Eitt ítøkiligt dømi er, at tað hevur verið torført at funnið tænastufólk og kokkar, sigur Henny á Líknargøtu, sum er forkvinna í Ferðavinnufelagnum. Trupulleikarnir í ferðavinnuni í Føroyum eru tó ikki so stórir enn, at vinnan ikki sjálv klárar at loysa trupulleikarnar, sum eru, sigur hon í samrøðu við útvarpið. Atkvøðugreiðslan millum limirnar í Konservativa flokkinum um, hvør skal verða nýggjur formaður endar nevniliga í dag. Klokkan fimm seinnapartin verður væntað, at úrslitið er klárt. Greitt er longu nú, at tað verður antin Jeremy Hunt ella Boris Johnson, sum tekur við eftir Theresu May, sum legði frá sær, tá tað ikki eydnaðist henni at finna semju um Brexit. Hóast atkvøðugreiðslan endar í dag, so verður úrslitið tó ikki almannakunngjørt beinanvegin. Vinnarin av valinum verður kunngjørdur í morgin, skrivar tíðindastovan Ritzau. Umleið 160.000 flokslimir í Konservativa flokkinum í Stórabretlandi hava atkvøðurætt. Sambært veljarakanningum fer Boris Johnson at vinna valið í dag. Volvoverksmiðjan hevur boðað frá, at teir bilar, sum eru framleiddir frá 2014 til 2019, og hava 2.0 motor við fýra sylindarum, mugu fara á verkstað fyri at kanna ein plastventil í luftinntakinum í motorinum. Vandi er nevniliga fyri, at eldur kann koma í motorin. Talan er um rættiliga nógvar bilar, ið skulu á verkstað, at kanna feilin. Volvo sigur, at 500.000 bilar í heiminum eiga at verða kannaðir. Í Føroyum skulu umleið 100 Volvo bilar á verkstað, at kanna feilin. Tað sigur Rúni Djurhuus, stjóri hjá P f Wenzel, ið selur og umboðar Volvo bilmerkið í Føroyum. Volvo er eitt av best umtóktu bilmerkjum í Føroyum í sínari príslegu. Tilsamans 173 Volvo persónbilar vórðu seldir í Føroyum í 2018 sambært hagtølum hjá Akstovuni. Andadráttur hjá tær kann reinsa heilan og harvið hava ávirkan á sjúkur sum Alzheimer og Parkinson. Tað halda norskir granskarar seg hava funnið útav, sambært NRK. Sambært Vegar Vinje, sum fyrst í juli almannakunngjørdi sína doktararitgerð um evnið, so kann andadrátturin ávirka mønuflotið í heilanum. Møtuflotið er tann veskan, sum annars verjir heilan móti stoytum. Vegar Vinje hevur saman við øðrum funnið útav, at hendan veskan eisini fer inn í sjálvan heilan og reinsar hann fyri ótørv, sum hevur ávirkan á sjúkur sum Alzheimer og Parkinson. Hetta er enn ikki prógvað, staðfestir Vegar Vinje, men ætlanin er at arbeiða víðari við, hvussu heilin reinsar seg sjálvan, fyri møguliga at menna heiligvág móti hesum sjúkum. Áhugin fyri at sleppa út í Mykines er somikið stórur, at tað higartil í ár hava verið líka nógv ferðafólk, sum alt árið í fjør. Tað sigur Eddie Lauritsen, hagastýrisformaður. Tað hevur verið somikið vátt í lendinum og somikið nógv ferðafólk í seinastuni, at gøturnar út í hólmin hava torført við at klára trýstið. Eddie Lauritsen, hagastýrisformaður, sigur við Kringvarpið, at farleiðin í fyrsta lagi verður opin aftur eftir ólavsøku, men tað er eisini hugsandi at hon verður stongd enn longri. Tá ólavsøkan er farin afturum, fara vit at kanna lendið, og tá verður støða tikin til, um tað skal verða loyvi at ganga har aftur, sigur Eddie Lauritsen. Gøturnar út í Hólmin høvdu klárað ta ferðslu sum var fyrr, sigur hagastýrisformaðurin, men talið á fólki, sum vilja sleppa út í Hólmin, er eksploderað seinnu árini, og tí er neyðugt at steingja, tá veðrið ikki er til vildar. Serliga gjaldið, sum ferðafólk skulu betala fyri at sleppa út um bøgarðarnar í Mykinesi, er millum annað oyramerkt til at gera ábøtur og viðlíkahalda gøtuna út í Hólmin. Men Eddie Lauritsen sigur, at trýstið er somikið stórt, at torført er at fylgja við. Tá summarið er av, verður tí aftur farið at hampa um. Tað er felagið Mykines.fo, sum eisini rekur siglingarleiðina í oynna, ið tekur sær av at taka serliga ferðafólkagjaldið inn. Fólk betala 100 krónur á kaiini í Sørvági, áðrenn tey verða sigld út í oynna. Tað hevur gingið væl at krevja inn. Tey ferðandi hava sum heild einki ímóti at gjalda tær 100 krónurnar, tað kostar, og vit hava eisini frætt frá ferðafólki, at tey halda at prísurin er sera rímiligur, leggur Eddie Petersen afturat. Nú leiðin út í Hólmin er stongd, mugu fólk finna uppá okkurt annað at gera úti í Mykinesi. Eddie Lauritsen sigur, at nógv velja at fara ein túr niðan á Eggina ella longur norður. Vit hava kunnað væl um at Hólmin er stongdur, men oyggin er eftir øllum at døma somikið vælumtókt, at hetta ikki sæst aftur á ferðafólkastreyminum. Tí eru nógv fleiri fólk enn vanligt í bygdini í hesum døgum, sigur Eddie Lauritsen. Í fjør komu umleið 600.000 krónur inn í ferðafólkaavgjaldi í Mykinesi. Allur peningurin verður brúktur til ymsar ábøtur í oynni. Umframt at halda gøturnar og leggja nýggjar, er ætlanin at fara at laða grótgarðarnar kring bygdina uppaftur. Talan er um stórarbeiði, metir hagastýrisformaðurin, sum væntar, at tað fer at taka fleiri ár, áðrenn allir garðarnir standa uppi aftur. Partafelagið Northwest Pelagic vann sakarmálið móti Fiskimálaráðnum um loyvini hjá felagnum at fiska. Fiskimálaráðið er dømt at viðganga, at tað hevur skyldu til at lata Northwest Pelagic endurgjald. Hann veit ikki enn, um dómurin verður skotin inn fyri Landsrættin. Dómurin er 48 síður. Fiskimálaráðið hevur fýra vikur at avgera, um málið skal roynast í Landsrættinum. Northwest Pelagic eigur uppsjóvarskipið Atlantsfarið, sum til í januar 2016 var skrásett í Miðvági, haðani tað varð selt til Kollafjarðar, og fekk navnið Norðhavið. Í roknskapinum eru veiðirættindini hjá reiðarínum virðissett til 30 milliónir krónur. Skuldin hjá felagnum var 136 milliónir við árslok 2018. Smápartafelagið Vita í Kollafirði eigur 70 prosent av Northwest Pelagic. Jaczon Trawler eigur 30 prosent. Eginpeningurin hjá felagnum er negativur, 90,3 milliónir krónur. Sambært grannskoðara felagins er hann í veruleikanum 120,3 milliónir skeiva vegin. Tí felagið hevur ikki tær 30 milliónirnar, sum fiskirættindini eru sett at vera verd. Hóast hallið í fjør, heldur felagið, at útlit eru fyri einum lønandi rakstri hjá felagnum í framtíðini. Norðhavið er leigað einum felagi í Curacao í Karibiahavinum alt hetta árið. Stríðið millum Russland og Vestanlond er farið rættiliga illa við gamla vinalagnum millum politikaran Marie Krarup og fjølmiðlakvinnuna Annu Libak. Men nú fara tær báðar fyrrverandi vinkonurnar á ferð gjøgnum Putins Russland. Saman skulu tær royna at skilja russarar og samfelagið, sum tær eru vorðnar so ósamdar um. Spurningurin er, um tær kunnu gerast vinkonur aftur, ella um Russland er komið ímillum tær med alla Ómannaða mánaferðin í dag mánadagin, fór á fram á oynni, Sriharikota, við eysturstondina í India. Vónin er, at tað fer at eydnast at seta seg á suðurpólinum á mánanum fyri fystu ferð í søguni. Ætlanin er tann størsta, sum indiski rúmdarstovnurin, Isro, nakrantíð hevur havt. Sløk túsund vísindafólk, verkfrøðingar og onnur hava verið við í arbeiðinum, skrivar BBC. Niðurteljingin tann 15. juli varð steðgað 56 minuttir fyri fráferð vegna teknisk brek helium lak úr eini gassfløsku í rakettmotorinum. Ta ferðina kom rúmdarfarið í ringrás um mánan, har tað leitaði eftir mánavatni við radara. Nú, 11 ár seinni, er ætlanin at seta seg á mánan at leita eftir vatni og mineralum og at máta mánaskjálvtar og annað. Rakettin, sum India brúkti í dag, vigaði 640 tons og var 44 metrar til longdar. Sjálvt rúmdarfarið vigar 2,4 tons. Í rúmdarfarinum er eitt annað mánafar, ið eitur Vikram og skal seta seg á mánanum. Í Vikram er ein lítil, fjarstýrdur mánabilur. Hesin bilurin vigar 27 kilo og skal fara ymsastaðni at taka myndir á mánaskorpuni umframt at greina dust. Hildið verður, at hesi gummikorn dálkað ov nógv. Stendur tað til ES, skulu vøllirnir bannast í 2022, og verandi vøllir verða umlagdir í seinasta lagi í 2028. Tað finnast yvir 40 sonevndir smærri UEFA vøllir í Føroyum, umframt allar teir stóru fótbóltsvøllirnar. Hesir eru fyltir við kornum, ella granulati úr gummi. Tó at Føroyar ikki eru limir í ES, fer tað at ávirka vøllirnar her heima, um uppskotið verður samtykt, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambambandinum. Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambandinum, sigur at graslíkisvøllirnir í Føroyum eru av tí slagi, sum ES nú umhugsar at banna. Tá javnaldurin ræður. Hvat hendir í heilanum á monnum, tá hugurin tekur yvir, og vanligt vit og skil hvørvur Serkøn geva sítt boð. Suðurkoreanska verjumálaráðið sigur í fráboðan, at russiska hernaðarflogfarið tvær ferðir fleyg inn í suðurkoreanskt loftrúm uttan loyvi. Suðurkorea sendi tískil jagaraflogfør eftir russiska flogfarinum, og at hesi lótu ávaringarskot av móti flogfarinum báðar ferðirnar tað kom inn í suðurkoreanskt loftrúm. Tvey kinesisk hernaðarflogfør vóru nevniliga í fylgi við russiska flogfarinum, og eisini tey flugu uttan loyvi inn í suðurkoreanska loftrúmi. Enn er ikki greitt, um tað var við vilja, at russiska hernaðarflogfarið fleyg inn í suðurkoreanska loftrúmið. Viðurskiftini millum londini er annars góð. Russiski forsetin Valdimir Putin segði, at Suðurkora var eina av landsins lykla samstarvsfelagum í Asia. Einasta tvístøða millum londini er oyggin Noktundo, sum bæði londini siga hoyra til sín. Hetta er grett eftir at atkvøðugreiðslan um, hvør skuldi gerast formaður í Konservativa flokkinum, endaði í gjár. Men sjálvt úrslitið verður ikki almannakunngjørt fyrr enn á middegi í dag. Um Boris Johnson verður valdur, er longu greitt, at Bretland eisini skal hava nýggjar ráðharrar í uttanríkismálum, fíggjarmálum og løgmálum. Ráðharrarnir í hesum málum hava boðað frá, at teir ikki vilja vera í stjórn saman við Boris Johnson. Theresa May hevur verið forsætisráðharri síðani 2016, men valdi at leggja frá sær, tá tað gjørdist greitt, at hon ikki fekk undirtøku fyri sínari Brexit ætlan. Umleið 160.000 flokslimir í Konservativa flokkinum í Stórabretlandi høvdu atkvøðurætt. Sambært veljarakanningum fer Boris Johnson at vinna valið, skrivaði tíðindastovan Ritzau í gjár. Heimskendi fótbóltsleikarin Cristiano Ronaldo, sum í dag spælir við italienska stórfelagnum Juventus, skal ikki fyri rættin í USA, at verja seg móti ákærum um neyðtøku. Mett verður ikki, at tað kann prógvast, at Cristiano Ronaldo uttan nakran iva er sekur í at hava neyðtikið eina kvinnu í Las Vegas í 2009. Ákærin í Las Vegas váttar, at kvinnan meldaði tilburðin í 2009, men at hon tá ikki ynskti at siga, hvør hevði neyðtikið seg ella hvar tað hendi. Tí steðgaði kanningararbeiðið í 2009. Kvinnan, Kathryn Mayorga, sum í dag er 34 ár, gekk eftir øllum at døma við til eina semju við advokatarnar hjá Ronlado uttan um rættin. Við semjuni fylgdu pengar, men eisini kravið um at málið ikki kom fyri rættin, og at hon tagdi um tað, ið var hent. Men í kjalavørrinum av metoo rørsluni, hevur Kathryn Mayorga roynt at fingið semjuna strikaða, tí hon vildi hava sína sak fyri rættin. Tí bað hon í fjør løgregluna í Las Vegas um at taka málið uppaftur. Men nú hevur ákærin í Las Vegas valt ikki at ákæra Cristiano Ronlado orsaka av vantandi prógvum. Føroya rættur gav í gjár Northwest Pelagic fult viðhald. Rætturin segði, at tað var ein skeiv avgerð hjá Fiskimálaránum at taka loyvini frá felagnum. Men lógin um vinnuligan fiskiskap er ikki brotin, sigur Føroya rættur. Rógvi Reinert, aðalstjóri í Fiskimálaráðnum, sigur, at tey hava gjørt eina meting tá í 2017. Føroya rættur hevur so eina aðra meting. Hon verður nú viðgjørd í Fiskimálaráðnum saman við advokatinum hjá ráðnum. Og tann viðgerðin tekur nakrar dagar, sigur Rógvi Reinert. Hetta er einasta mál av sínum slagi, sum er endað í rættinum. Føroya rættur hevur eisini dømt Fiskimálaráðið at gjalda Northwest Pelagic endurgjald, tí skip felagsins, Norðhavið, ikki slapp at fiska. Hvussu stórt, hetta endugjaldið verður, veit eingin at siga enn. Fiskimálaráðið er eisini dømt at gjalda sakarkostnaðin hjá p f Northwest Pelagic. Hann er góðar 750.000 krónur. Talan er um at spreingja eitt øki inn í lendið oman fyri, har útfyllingin verður. Haðani fáast 25.000 rúmmetrar av gróti í føstum máti. Eisini skal grót fáast við at víðka grótbrotið í Depli. Her er talan um 32.500 rúmmetrar. Smoltstøð skal byggjast á útfylta økinum. Hóast Umhvørvisstovan ikki krevur árinsmeting í hesum førinum, metir Umhvørvisstovan, at serstakliga plastútlát kann hava týðandi árin á umhvørvið. Umhvørvisstovan bað tí Bakkafrost Farming um at søkja um umhvørvisgóðkenning. Tað gjørdi Bakkafrost Farming, og felagið hevur nú fingið umhvørvisgóðkenning til útfyllingina á Norðtoftum. Bakkafrost Farming ætlar at leggja forðing á sjógv, sum skal taka spreingileidningar frá grótinum. Umhvørvisgóðkenningin kann kærast. Kærufreistin er til 21. august. 3. september verður rætturin at fiska 2.450 tons av svartkjafti seldur. Og 4. september verður rætturin at fiska 3.313 tons av norðhavssild seldur. Boris Johnson umboðaði konservativa flokkin í bretska undirhúsinum frá 2001 til 2008, tá ið hann bleiv borgarstjóri í London. Hann sat sum borgarstjóri til 2016. Sama árið bleiv hann útnevndur til uttanríkisráðharra í nýggju stjórnini hjá Theresu May, fráfarandi forsætisráðharra. Ungur arbeiddi Johnson sum journalistur fyri The Times. Seinni fór hann at skriva fyri The Daily Telegraph í Brússel. Boris Johnson vann sær fram á the Telegraph og fór í 1999 í starv sum ritstjóri á the Spectator, har hann sat í seks ár. Sum oddamaður í bretska høvuðsstaðnum bannaði Boris Johnson rúsdrekka í øllum tí almenna flutningskervinum. Sum borgarstjóri bleiv hann hildin at vera karismatiskur, og hann framdi eisini onkur óvanlig átøk Boris Johnson skipaði millum annað fyri, at borgarar í London kundu leiga sær eina súkklu sum flutningsfar. Skipanin var nevnd the Boris Bike. Boris Johnson var afturvaldur til borgarstjóra í 2012. Eftir seinnu setuna gjørdist Boris Johnson aftur virkin landspolitikari í 2016. Bæði sum uttanríksráðharri og fólkavaldur í undirhúsinum tvey ár seinni hevur hann stuðlað, at Bretland fer úr ES. Johnson legði frá sær sum uttanríkisráðharri í fjør vegna ósemju við forsætisráðharran, Theresu May, um samráðingartilgongdina í sambandi við sonevnda Brexit. Hann verður av mongum hildin at vera litríkur persónur og eisini ringur at fáast við. Stuðlar halda hann vera stuttligari og meira undirhaldandi og liberitanskan, enn tað, ið skuldi eyðkent ein konservativan politikara. Hann verður tó eisini lagdur undir at vera eliterur og afturhaldandi. Boris Johnson er elstur av fýra systkjum. Hann hevur verið giftur tvær ferðir og eigur fýra børn við seinnu konuni, Marinu Wheeler. 55 ára gamli Boris Johnson, ið er útbúgvin søgufrøðingur, og sum fyrr hevur verið borgarastjóri í London, verður nýggjur forsætisráðharri í Bretlandi. Boris Johnson vann greitt á Jeremy Hunt, sum eisini stillaði upp til formansvalið. Boris Johnson fekk 92.153 atkvøður, Jeremy Hunt fekk 46.656 atkvøður. Meiningakanningar vístu eisini undan valinum, at tað fór at verða Boris Johnson sum vann á Jeremy Hunt í stríðnum um formanssessin hjá Konservativa flokkinum. Tað vóru teir 160.000 limirnir hjá Konservativa flokkinum í Bretlandi, sum gjørdu av, hvør tann nýggi floksformaðurin og sostatt eisini forsætisráðharrin verður. Samstundis, sum tað nú er greitt, at Boris Johnson tekur við eftir Theresa May, er somuleiðis greitt, at bretar eisini skulu hava fleiri nýggjar ráðharrar. Undan formansvalinum hjá Konservativa flokkinum høvdu tríggir ráðharrar boðað frá, at teir fóru úr ráðharrasessunum, um Johnson vann valið. Anne Milton, sum er ráðharri í undirvísingarmálum, boðaði fyri lítlari løtu síðani frá á Twitter , at hon gevst sum ráðharri, nú úrslitið av valinum í Konservativa flokkinum er greitt. Hetta má og skal koma í rættlag aftur, og vónandi verður Ólavsøkan 2020 eins og Ólavsøkan var, áðrenn herverk bleiv gjørt inn á hana, og alt bleiv flutt oman á Skálatrøð , sigur Heini í Havn Magnussen millum annað í lesarabrævi á in.fo. Harald Joensen, formaður í Tórshavnar ítróttarráð, segði millum annað í sendingini Summarmorgun, at hann eisini kundi hugsa sær, at undirhaldið til børn varð spjatt runt í býnum. Tað eru fýra ár síðani, at Ester gav ein sang út seinast. Hesa tíðina hevur hon arbeitt við at finna sítt egna listarliga úttrykk, og tað hoyrist, at hon hevur broytt stíl. Niclas Johannesen hevur lagt til rættis, tikið upp og framleitt sangin í Studio 57 í Hoyvík, meðan Óli Poulsen hevur ljóðblandað og mastera í Fix n Mix í Keypmannahavn. Harkaliðið endurnýggjaði vísu og kvæðatradisjónina í modernaðum fólkatónleiki. LP plátan, sum bólkurin læt frá sær í 1971, stendur fyri seg í føroyskum tónleiki. Ikki øllum dámdi, at tey eksperimenteraðu við gomlum kvæða og vísuløgum, men teirra tulkingar og framførslur hava eisini kveikt av nýggjum ansin millum ungfólk fyri tí forna føroyska sangskattinum. Annika Hoydal, Jógvan Telling Joensen, Jógvan Dahl og Kári Mouritsen mannaðu Harkaliðið. Tey greiða frá royndunum at gera hesa slóðbrótandi plátu í útisetaárum teirra í Keypmannahavn. Aðrir tónleikarar bera eisini fram sína hugsan um verkið. Tað var í Westminister í London, at nýggi formaðurin hjá teimum konservativu og komandi forsætisráðharri Bretlands helt sína siðursrøðu. Boris Johnson tekur við sum forsætisráðharri í morgin. Ein professari heldur, at Boris Johnson noyðist at leggja á annan bógv, skal tað eydnast honum at skipa stjórn og fáa eina avtalu í lag um Brexit. Leiðarin á Hotel Brandan væntar, at tørvur verður á fleiri gistingarhúsum um fá ár, tí áhugin hjá útlendskum ferðafólkum at sleppa til Føroya er so stórur. Øll sjey fólkini blivu bjargað, tá ein 30 føtur langur glastrevjabátur fór at leka norðarlaga í Djúpunum undir Kalsoyarlandinum fyrrapartin í gjár. Báturin sigldi sjálvur til annan bát, sum var staddur tætt við. Eisini vórðu boð send eftir Brimli, sum var staddur hálvan fimta fjórðing haðani. Báturin, sum lak, hevði gummibát til átta fólk. Seks fólk fóru í hann, men eigarin bleiv sjálvur verandi umborð á glastrevjabátinum. Tey seks fólkini, sum vóru í gummibátinum, fóru umborð á Brimil, og hava tað eftir umstøðunum gott, sigur Sjóbjarginarstøðin, MRCC. Brimil sleipaði bátin til Klaksvíkar. MRCC upplýsir, at beint áðrenn glastrevjabáturin fór at leka, hoyrdist hvøllur brestur, so helst hevur báturin borið við eitthvørt í sjónum. Ein arbeiðsvannlukka á Glyvursnesi hevur kravt eitt mannalív í nátt. Talan er um føraran á einum dumpara, sum koyrir grót frá grótbrotinum oman ímóti fjøruni, ið hevur latið lív. Vakthavandi á politistøðini sigur við Kringvarpið, at málið framvegis verður kannað, og enn er ikki er greitt, hví vanlukkan hendi. Leivur Persson, stjóri á Arbeiðseftirlitinum sigur, at dumparin nú verður tikin upp og kannaður fyri at vita, um nakað mekaniskt kann vera orsøk til vanlukkuna. Amerikanska senatið fer týsdagin at atkvøða fyri, at virkandi verjumálaráðharrin, Mark Esper, verður góðtikin til embæti, skrivar tíðindastovan Ritzau. Harvið er longsta tíðarskeiðið uttan ein formligan leiðari fyri Pentagon av. Fyrrverandi verjumálaráðharrin, Jim Mattis, fór frá í desember í fjør, eftir ósemju við forsetan Donald Trump. Bæði republikarar og demokratar hava heitt á Donald Trump um at seta ein nýggjan verjumálaráðharra sum skjótast, men ikki fyrr enn nú, gott hálvt ár seinni, kemur hetta í dag. Útvarpið fer nú annanhvønn mánadag at endursenda røðina Varðar á leiðini sendingar um føroyskar plátur, ið eru vorðnir klassikarar. Røðin var send veturin 2005 2006. Í dag um LP plátuna, sum Harkaliðið gjørdi í 1971. Tvey fólk, sum dagliga selja og keypa gamlar lutir, fáa 10.000 krónur í part at handla fyri. Seinni verða lutirnir mettir av serkønum, og dagsins vinnari er tann, sum fær hægstu meting. Hvør var Eliphas Matsweru Er einki skyldfólk, sum saknar hann Tann stillisligi blaðútberin doyr í Link ping uttan at hava avdúkað nakað um fortíðina í Zimbabwe. Kattis Ahlstrøm og Niklas Køllner leita eftir arvingum og koma eftir, at stórur dramatikkur fyrr hevur merkt lívið hjá Elipha. Kattis Ahlstrøm og Niklas Køllner leita persónar upp, sum hava rætt til arv og hava ókenda familjusøgu. Einasti máti í løtuni at forða fyri, at spreingileidningar úr plasti fara til havs, er at leggja flotverju, har sum sprongt grót fer á sjógv. Men Umhvørvisstovan fylgir við í royndunum, sum verða gjørdar uttanlands at gera spreingileidningar úr øðrum evni enn plasti úr evni, sum ikki dálkar. Suni Petersen, deildarleiðari á Umhvørvisstovuni, sigur, at í grótbrotum ber til at spreingja við færri spreingileidningum enn í tunlum. Dálkandi spreingileidningar eru frammi aftur, nú Bakkafrost Farming hevur fingið umhvørvisgóðkenning at leggja grót á sjógv á Norðtoftum. Men høvuðsreglan er, at bannað er at koyra grót á sjógv, sum er dálkað við plasti ella øðrum dálkandi evnum, sigur Umhvørvisstovan. Ferjan er skásett á Kýpros, og hon er bygd í Finnlandi í 1974. Tá kallaðist hon Prinsessan Birgitta og reiðaríið Ragne í Svøríki átti hana fyrstu árini. Stríðið millum Russland og Vestanlond er farið rættiliga illa við gamla vinalagnum millum politikaran Marie Krarup og fjølmiðlakvinnuna Annu Libak. Men nú fara tær báðar fyrrverandi vinkonurnar á ferð gjøgnum Putins Russland. Saman skulu tær royna at skilja russarar og samfelagið, sum tær eru vorðnar so ósamdar um. Spurningurin er, um tær kunnu gerast vinkonur aftur, ella um Russland er komið ímillum tær med alla Franskir myndugleikar hava gjørt av at steingja tvey kjarnorkuverk, tí vandi er fyri at vatnið í áunum við verkini verður ovurupphitað. Vatnið verður brúkt til at køla verkini niður, og heita vatnið frá verkunum verður síðani leitt út aftur í áirnar. Um vatnið gerst ov heitt, kann tað ávirka djóralívið í áunum. Veðurfrøðingar meta, at hitin í Fraklandi, Týsklandi, Belgia, Luksemborg, Hollandi og øðrum londum har á leið fer at liggja um 40 stig næstu dagarnar. Mett verður, at hitin fer at seta met nógvastaðni. Hetta er ikki fyrstu ferð, at neyðugt er at steingja kjarnorkuverk í Fraklandi orsakað av nógvum hita. Í 2018 stongdi EDF Energy eisini tvey kjarnorkuverk, skrivar Ingeniøren. Framsýningin sýnir fram list hjá listafólkum, sum fyri árum síðani vóru ung og óroynd og kanska sýndu fram fyri fyrstu ferð á eini ólavsøkuframsýning. Við hesi framsýningini er ætlanin at vísa hvar listin er í dag hjá teimum, sum hava hava verið listafólk her heima seinastu trý ella fýra tíggjuárini, siga fyriskipararnir. Í vár avgjørdi nevndin í felagnum at bjóða listafólkum, sum eru trýss ár og eldri at senda inn tvey verk í part. 32 hava tikið av. Størsti parturin av dansarunum eru føroyskir ungdómar, men tað eru eisini yrkisdansarar úr USA, Kanada, Norra og Danmark við, umframt føroyskir yrkisdansarar. Amerikanskir myndugleikar hava givið Facebook eina risabót uppá fimm milliardir dollarar, ið svarar til umleið 33,5 milliardir krónur í okkara peningi. Facebook fær bótina, tí fyritøkan hevur givið upplýsingar um brúkararnar á sosiala miðlinum víðari til triðja part, skrivar Ritzau. Tað var í 2018, at myndugleikarnir byrjaðu at kanna Facebook eftir, at upplýsingar í sonevnda Cambridge Analytica málinum komu fram. Cambridge Analytica gjørdi sær dælt av dátum hjá milliónatali av brúkarum, sum høvdu svarað eini persónligari qviz á Facebook síðani 2014. Bretska fyritøkan brúkti upplýsingarnar millum annað til, at selja ráðgevarahjálp til politikarar. Facebook visti um hetta longu í 2015, men segði einki fyrr enn í fjør. Facebook váttar, sambært tíðindastovuni Ritzau, at fyritøkan longu hevur góðtkið risabótina, og hevur játtað at gjalda bótina, sum part av semjuni, ið nú er gjørd. Vit vóna, at vit nú kunnu seta punktum í hesum málinum, og í staðin venda eyguni og arbeiðsorkuna móti framtíðini, sigur Facebook í eini almennari fráboðan. Facebook hevur áður boðað frá, at fyritøkan hevur oyramerkt tríggjar milliardir dollarar til eina møguliga bót. Í apríl segði Facebook, at tað ikki varð óvæntað, at bótin bleiv so stór. Umsetningurin hjá Facebook var fyrsta ársfjórðing í ár 15,1 milliard dollarar. Nettoyvirskotið var sama tíðarskeiðið 2,4 milliardir dollarar. Sinisbati vónar, at politisku flokkarnir og valevnini kunnu brúka okkurt úr valskránni hjá felagsskapinum til at orða sín egna politikk, tí í síðsta enda snýr átakið við valskránni um at geva nøkrum av teimum veikastu í samfelagnum eina rødd. Maðurin er dømdur fyri at hava neyðtikið eina kvinnu í einum kliva á Norrønu eina februarnátt í 2017. Men hann er frídømdur fyri eina neyðtøku í einari íbúð í Havn í mars í fjør. Og hann er dømdur fyri at senda teirri kvinnuni tvær vinarumbønir á Snapchat, hóast hann hevði fingið løgbann, tilhald, fyri at seta seg í samband við hana. 24 ára gamli maðurin er eisini dømdur at rinda kvinnuni, sum hann er dømdur fyri at hava neyðtikið, 42.000 krónur í endurgjaldi fyri tort og sviða og fyri viðgerð hjá sálarfrøðingi. Hitabylgja herjar í Evropa. Í Niðurlandi, Týsklandi og Belgia varð hægsti hitin nakrantíð máldur í gjár. Tað skrivar íslendska ríkisútvarpið, RUV. Hægsti málti hitin í Belgia var 39,9 hitastig, í Týsklandi var hann 40,5 hitastig og í niðurlondum var hann 38,8 hitastig. Hitin í Fraklandi var upp móti 40 stigum. Metið fyri hægst máldan hita í París er 40,4 hitastig, men væntað verður, at nýtt met verður sett í dag. Óvanliga nógvi hitin í Evropa hitin kemur úr Afrika. Hitabylgjan á evropeiska meginlandinum er ikki tann fyrsta í ár. Í juni vórðu fleiri hitamet sett í Evropa, men alt bendir á, at nýggj hitamet verða sett í dag og komandi dagarnar. Plátan Frændur II, sum kom í 1986, staðfesti tann stóra fólksliga popularitetin hjá bólkinum. Á útgávuni eru fleiri perlur, eitt nú Eros , Føroyar og Hvítar flykrur . Umframt at fleiri ráðharrar høvdu boðað frá, at teir ikki hildu fram, um Boris Johnson varð valdur, hevur Boris Johnson eisini sett eitt nýtt ráðharratoymi við fleiri nýggjum ráðharrum. Stephen Barclay heldur fram sum ráðharri í Brexit málum meðan Michael Gove skal fyrireika Bretland til eitt Brexit uttan avtalu eitt sokallað Hard brexit sum kann gerast veruleiki, um ongin avtala er klár áðrenn 31. oktobur. Priti Patel og Sajid Javid, sum bæði vóru ráðharrar í stjórnini hjá Theresu May, halda fram í nýggjum sessum. Priti Patel sum innanríkisráðharri og Sajid Javid sum fíggjarmálaráðharri. Jeremy Hunt, sum var tættasti kappingarneytin hjá Boris Johnson um at gerast forsætisráðharri, boðaði í gjárkvøldið frá, at hann ikki helt fram í stjórn undir Boris Johnson. Hann var uttanríkisráðharri í stjórnini hjá Theresu May, og fekk sambært bretskum miðlum tilboð um at halda fram í øðrum ráðharrasessi. Men hann valdi at takka nei. Penny Modaunt, fyrrverandi verjumálaráðharri og Liam Fox, fyrrverandi handilsmálaráðharri eru ímillum ráðharrarnar, sum hava lagt frá sær, tí tey ikki vilja í stjórn við Boris Johnson. Phillip Hammond, fyrrverandi fíggjarmálaráðharri, og David Gauke, fyrrverandi løgmálaráðharri, boðaðu longu áðrenn Boris Johnson vann fomansvalið í konservativa flokkinum frá, at teir ikki hildu fram í sessinum, um Boris Johnson gjørdist forsætisráðharri. Ólavsøkukabarettin er sum vant stuttlig og samfelagsaktuell og hóskar seg til hýrin á ólavsøku. Tað eina brotið úr Ólavsøkukabarettini kann hoyrast her, og tað snýr seg um grindahvalir og G festival. Andrias Høgenni er leikstjóri, og tað er fyrstu ferð, at hann roynir tað. Hann helt tað vera stuttligt, at royna okkurt nýtt, men hóast hetta er nýtt fyri hann, so er hann vanur at leikstjórna. Fyrr í ár vann stuttfilmurin, Ikki illa meint, sum Andrias Høgenni hevur leikstjórnað, Canal heiðurslønina fyri stuttfilmar í Cannes í Fraklandi. Bókin er ognað vinkonuni og starvsfelaganum, Steintóru Samuelsen, ið andaðist í september 2018. Bókin er lutað í 11 kapitlar, ið snúgva seg um alt frá fiskivinnu, byggilist, náttúru, list, tónleiki til ítrótt og átrúnað, og tað er forlagið Sprotin, sum gevur út. The Faroes e er skrivað á enskum máli, og er ætlað teim, ið fegin vilja vita meir um Føroyar á ein lættan hátt. Bókin er harumframt hugsað sum eitt ískoyti til tann lesnaðin og vitanina um Føroya, ið er til taks, tí har var ymiskt, Eva saknaði møguleikan at fáa kunnleika um, tá hon á fyrsta sinni kom til Føroya at arbeiða á Landsjúkrahúsinum í 2018. Føroya rættur fer 5. august at viðgera eitt mál um ov nógv ferðafólk, sum vóru við tvíkiljuni Issehoved úr Nólsoy til Havnar leygarkvøldið 26.mai í fjør. Ikki fyrr enn tann viðgerðin er liðug, verður niðurstøðan kunngjørd. Men tað verður heilt skjótt, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Men Fiskivinnuráðið mælti frá at gera hesa flyting. Tað var 16.juli. Síðani hevur Fiskimálaráðið viðgjørt bólk 5, og tann viðgerðin er ikki liðug enn. Á framsýningini eru 23 málningar, sum Kári Svensson hevur málað við íblástri í Norðoyggjum. Framsýningin er forvitnislig, tí Kári Svensson rættiliga gagnnýtir hæddina í høllini við nøkrum størri málningum. Á framsýningini, sum er ein góð heild, eru eisini fleiri smærri málningar. Tá framsýningin letur upp, fer listakvinnan, Sigrun Gunnarsdóttir, at siga nøkur orð um Kára og list hansara, og Flóvin Viderø, tónleikari, fer at seta sín dám á ferniseringina við guitarspæli og sangi. Myndugleikarnir tykjast ikki gera nakað munagott fyri at stegða víðarisøluni av heilivágum sum verða brúkt sum rúsevni, eitt nú ritalin. Marjus Dam, formaður í kommunalæknafelagnum, sigur, at mydugleikarnir mugu taka stig til um okkurt skal gerast, fyri at tálma víðarisølu av ritalini. Útvarpið hevur roynt at fáa eina viðmerking frá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, men tað eydnaðist ikki til tíðindini á døgurða. Skúrurin í miðbýnum er karmur um eina framsýning við verkum úr endurnýttum tilfari í einum hóskandi høli. Sigga Vang er filmsfólk og stigtakari til skrelLIlist. Hon skapar saman við eysturrísku listakvinnuni Cameron Menschhorn rammuna til framsýningina. Bjørn Ulvedal Simonsen, street artist, sum longu hevur verk i Magnus Heinasonargøtu, vísur nýtt og gamalt fram í skúrinum. Afturat teimum kemur tón listamaðurin Jan Nystrøm at deila tónar og vísa verk teknað á pappír, onnur halda vera ídnaðarburturkast. Síðani seinast í fimtiárunum hevur KFUM skipað fyri basari á ólavsøku, men nú verður givist, tí grundarlag ikki er fyri honum longur. Orsøkin er, sigur Eyðfinn Sigurstein, at ólavsøkan er broyt, soleiðis at nógv av virkseminum nú er savna longri niðri í býnum, og tí ganga fólk ikki niðan til KFUM longur. Í sendingini greiða Robert, Jógvan, Kári, Bjarni og Jógvan Sofus frá, og aðrir bera fram sína hugsan um hesa elstu føroysku popp LP plátuna. Suni Merkistein og Pauli Magnussen leggja til rættis. Útgávan hjá Terja og føstufressum varð í atkvøðugreiðslu í einum av føroysku bløðunum um aldamótið skírd at vera aldarinnar føroyska plátuútgáva. Plátan, sum kom í 1990, er helst eitt týðandi ljóðspor hjá tí ættarliðnum, sum vaks upp í Føroyum í nítiárunum. Plátan er í dag millum mest seldu útgávur í Føroyum. Vit fara ikki at tilnevna ein nýggjan bretskan ES nevndarlim, segði Boris Johnson á fyrsta fundinum, sum forsætisráðharri í bretska undirhúsinum. Hetta bleiv sagt í sambandi við ætlanirnar hjá nýggja forsætisráðharranum um at fáa Bretland úr ES í seinasta lagi 31. oktober í ár. Hann hevur áður sagt, at hann er til reiðar at fara úr ES uttan eina avtalu, og í sínu røðu í Undirhúsinum gjørdi hann eisini greitt, at uppskotið hjá Theresu May um avtalu ikki hevur lagt fram aftur. Tann 17. juli fekk politiið fráboðan frá byggifyritøkuni Articon um, at fyritøkan fleiri ferðir seinastu tíðina hevði upplivað, at amboð og útgerð hvarv á arbeiðsplássum, sum eru í gongd. Heri Andreassen frá kanningardeildini hjá løgregluni sigur, at politið í løtuni kannar málið, men at eingin enn er handtikin. Hann veit tí ikki at siga, um talan er um innanhýsis stuldur ella uttanhýsis. Tá fráboðanin kom, kannaði løgreglan millum annað um eitt lið av útlendskum arbeiðsfólki hjá Articon, sum var á veg við Norr nu av landinum eftir at hava arbeitt her eina tíð. Hesi arbeiðsfólk høvdu tó ikki nøkur stolin amboð við sær. Tað, at stuldur hendir á arbeiðsplássum, er ikki so óvanligt, men í hesum førum tykist tað, sum at talan er um onkran, sum hevur sett stuldurin í skipan. Fyri tað fyrsta, er talan um nógvar tilburðir upp á stutta tíð, og so er eisini talan um stuldur á plássum hjá eini og somu fyritøku. Eitt av arbeiðsplássunum, har stuldur hevur verið, eru eini stór sethús, IÐ verða bygd í Gæsugøtu í Havn. Tað var eitt krav frá partaeigaranum, sum lænti Atlantic Petreolum upp til fimm milliónir krónur til raksturin herfyri, at partaeigarin slapp at velja ein nevndarlim. Leygardagin 27. juli verður Faroe Pride á skránni fyri 10. ferð . Kendi danski sjónvarpsverturin Hans Pilgaard setir ársins Pride, meðan Teitur, Jasmin, Marble Lost og Helgi fara at framføra . Boogie O Kayla , ið er føroysk drag queen , verður ársins vertinna . Faroe Pride er ætlað øllum føroyingum , ið ynskja eitt rúmligari og meira fjølbroytt samfelag , sum gevur pláss og javnrætt til allar sínar borgarar sama hvørja kynsliga sannføring ella samleika , ein sjálv ur hevur , verður sagt í tíðindaskrivi frá LGBT Føroyar. Eingi útlit eru fyri, at innkomuvegurin í Runavík er liðugur, tá undirsjóvartunnulin er liðugur. Tað sigur Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar Kommuna. Borgarstjórin staðfestir, at politisk viljin at raðfesta innkomuvegirnar ikki er til staðar. Hettar er óheppið fyri Runavíkina, heldur hann Tað hevur gingið strilti seinastu vikurnar hjá Asfaltsvirkinum i Hundsarabotni at veita asfalt. Hetta merkir at asfalteringin runt um í landinum er nakað seinkað. Hettar er ikki fyrstu ferð, at trupulleikar eru við at raðfesta innkomuvegir til ein undirsjóvartunnil. Stórt stríð var um vegaføringina í Leirvík og leingi hevur verið kjakast um innkomuvegin í Runavík Bacalao var hjartaslátturin í Havnini í fleiri áratíggju. Men lítið ella einki fiskaarbeiði hevur verið í nógv ár. Og nú roynir Skatefelagið at fáa nýtt lív og virksemi í søguliga virkið. Enn vanta javnrættindi fyri samkynd, tvørkynd og tvíkynd, og tí er enn neyðugt við Pride skrúðgongu. Tað sigur Eiler Fagraklett, sum skipar fyri 10. pride ini. Luttakarar verða Andras Joensen træ Beinta Lervig og jónvá Gregersen, Leivd laksakræða Bjarni Juul Petersen, sáli knívar Doris Hansen bundnar vørur Eydis Holm heklað smáting og kort Herbjørg Dalsgaard ullarvirking Ingibjørg Berg Andreassen smykkur og horn Johild Kamban hosubond , patchwork Jóngerð Purkhús teppir , patchwork Jórunn Dánjalsdóttir bundnar vørur Judith Petersen v døtrunum troyggjur og annað bundið Mary Tindskarð Natúrsápa Suffía Nón FJORD, plakatir , koppar v. m. Suzanne Hultgren taskur , pungar og annað Tóra Egilsdóttir Mýrifípan , saman við Jenny Nú fær Donald Trump loksins nakað av peningi at byggja umstrídda múrin millum USA og Meksiko. Tað hendir, eftir at amerikanski hægstirættur í gjár gav umsitingini loyvi at brúka 2,5 milliardir dollarar, sum annars hoyra til Verjumálaráðið, at fara undir at byggja múrin millum USA og Meksiko. Hetta var eisini tað Donald Trump, forseti, ætlaði, tá hann lýsti USA í neyðrættarstøðu. Hetta gav honum atgongd til pengar at byggja múrin fyri, sum hann eisini hevði lovað undir valstríðnum, men ein avgerð frá einum lægri rætti í Kalifornia forðaði Donaldi Trump atgongd. Grundgevingin var, at Kongressin ikki hevði góðkent nýtsluna. Men hesa avgerð gjørdi Hægri Rættur til einki í gjár vit atkvøðunum fimm fyri og fýra ímóti. Avgerðin var grundað á, at teir felagsskapir, sum høvdu lagt sakarmálið, einki grundarlag høvdu fyri sínum krøvum, sum millum annað bygdu á umhvørvisatlit og djóralív. Mótmælisgonga var í norðara partinum av Hong Kong í dag. Løgreglan hevði sett forboð fyri mótmælisgonguni, tí vandin fyri harðskapi var stórur. Kortini stevndu fleiri túsund fólk út á gøtuna. Tey mótmælta framferðina hjá løgregluni, tá vápnaðir, hvíttklæddir menn lupu á mótmælisfólk í Yuen Long metrostøðini síðsta sunnudag, har 45 fólk vórðu særd. Mótmælisfólkini ákæra løgregluna fyri at venda blinda eygað til, og samarbeiða við álopsmennirnar, sum eru settir í samband við brotsmanna umhvørvið í Hong Kong. Tey vilja vera við, at løgreglan var sein at koma til handa, og komu bert á staðið eftir at álopsmennirnir vóru farnir. Tað hevur fingið fleiri túsund fólk út á gøtuna í dag, at mótmæla. Løgreglan vísir ákærunum aftur, og sigur seg ikki samstarva við brotsmannalið. Løgreglan vísir á, at 12 hvítklæddir menn eru handtiknir, níggju av teimum hava tilknýti til triads bandan. Ófriðurin kýknaði tá Carrie Lam, stjórnarleiðari í Hong Kong, ætlaði at seta eina lóg í gildi, sum loyvir myndugleikunum at útflyggja øll, sum er undir illgruna fyri lógarbrot, til Kina, so tey kunnu koma fyri rættin har. Boris Johnson er ein gáva til skotsku loysingarrørsluna. Grundirnar eru fleiri Boris Johnson er ríkur, frá suðurøkinum, háborðin, vil úr ES og hevur ein feril av enskari nationalismu yvir sær. Stutt sagt, er Boris Johnson alt tað, sum leiðarin, hjá Skotska konservativa sambandsflokkinum, Ruth Davidson ikki er. Tað sigur Andy Maciver, fyrrverandi spunasmiður hjá skotska Konservativa flokkinum. Andy Maciver metir, at konservativi flokkurin er við at fara í tvíningar, nú umstríddi Boris Johnson er vorðin forsetisráðharri í Bretlandi. Hetta er ein gáva til Nicola Sturgeon, leiðara í skotska loysingarflokkinum, SNP, sum ynskir eina nýggja fólkaatkvøðu áðrenn 2021 um loysing, nú Bretland er á veg út út ES uttan avtalu. Nicola Sturgeon hevur gjørt nýggja bretska forsætisráðharran varugan við, at um Bretland fer úr ES uttan eina avtalu, so hvørva 100.000 størv í Skotlandi. Tí eigur Skotland at fáa ein alternativan møguleika. Og nú er líkt til, at tað ridlar undir samhaldsrørsluni. Nú Ólavsøka stendir fyri durum, og likkurnar fara at sveima tætt yvir høvdunum á ólavsøkugestunum, klárar at kava í millum fjøldina eftir hálv tómum pitsabakkum, er gott at minna seg á, at tær vóru her áðrenn vit og spæla ein týdningarmiklan leiklut í vistskipanini. Tað hevur verið víst á, at fleiri rúsevnir eru í umferð í Føroyum fyri tíðina. Ein trupulleikin er, at tollvaldið megnar ikki at hava nøktandi eftirlit. Tolleftirlitið er blivið verri seinatu árini. Orsøkin er, at innflutningurin er eksploderaður, men talið av tollarum hevur staðið í stað. Tað sigur Jens Christian Olsen, formaður fyri Tollarar í Føroyum. Tveir 19 ára gamlir drengir úr Amerika hava stungið ein løgreglumann til deyða í Rom. Dreingirnir, sum vóru og ferðust í Rom, eru nú varhaldsfongslaðir. Tað skrivar Ritzau. Løgreglumaðurin doyði eftir, at hann varð stungin átta ferðir við knívi fríggjamorgunin. 19 ára gomlu dreingirnir úr Amerika vórðu handtiknir fríggjadagin á hotellinum í Rom. Italskir miðlar boða frá, at dreingirnir hava játtað seg sekan í at hava stungið løgreglumannin til deyða. Men teir siga seg ikki hava vitað, at maðurin var løgreglumaður. Italska løgreglan skrivar, at teir báðir dreingirnir úr Amerika, hava játtað seg sekan í, at hava stolið ein tasku frá einum italienara. Eftir tað kravdu teir 100 evrur og eitt gramm av kokaini afturfyri taskuna. Dreingirnir hildu løgreglumennirnar vera vinir hjá italienska manninum, ið skuldi geva teimum kokain og 100 evrur. Teir amerikansku dreingirnir søgdu seg vera bangnar, og tí stungu teir ein løgreglumannin til deyða. Fyrr í mánaðanum váttaði løgmaður fyri Sosialinum, at hann fer at útskriva val á ólavsøku at vera 31 august. Tá segði hann, at hann ikki hellt tað verða nakra orsøk til at halda tað loyniligt, nær valið verður. Men í dag var løgmaður eitt sindur meira loyndarfullur. Nýggi veðurlagspolitikkurin, sum varð handaður landsstýrinum í gjár, leggur upp til, at tað almenna skal ganga á odda. Tað merkir, at bæði landsmyndugleikar og kommunalir myndugleikar skulu leggja um til grøna orku. Tey seinastu árini hava skiftandi landsstýri roynt seg við ymiskum fíggjarligum lættum og fyrimunum til tey, sum til dømis hava valt hitapumpur ella elbilar fram um oljuriknar loysnir. Men veðurlagsbólkurin, sum hevur gjørt nýtt tilmæli fyri næstu 10 árini, metir ikki, at tað ber til at krevja av privatpersónum, at tey leggja um. Tað er annars gjørt fleiri staðni. M.a. hevur Olso kommuna banna oljufýr. Ístaðin mælir bólkurin til, at landsmyndugleikar leggja fyri. Bólutin mælir til at seta krøv til almennar myndugleikar um, at umhvørvisvinarligar loysnir skulu veljast í almenna geiranum, har tað ber til, millum annað tá umræður upphiting av bygningum og keyp av bilum. Eisini verður mælt til at áleggja almennum stovnum á hvørjum ári at gera orkuroknskap og frágreiðing um gjørd og ætlað tiltøk fyri orkusparing og umlegging til reinorku. Veðurlagspolitikkurin seinastu árini hevur ikki hvat væntaða virknaðin. Samlaða føroyska útlátið, sum skuldi minka líðandi, er vaksið við 9 prosentum í mun til 2005. 6 mannafar kvinnur Nummar Placering Bátanavn Tíð Stig Gult kort Reytt kort 1 Sølmundur 04 52.17 7 0 0 2 Fortuna 04 58.40 6 0 0 3 Smyril 05 05.49 5 0 0 4 Jarnbardur 05 06.21 4 0 0 5 Páll Fangi 05 10.12 0 0 0 5 mannafar gent ur Nummar Placering Bátanavn Tíð Stig Gult kort Reytt kort 1 Blikur 04 58.00 7 0 0 2 Firvaldur 05 02.32 6 0 0 3 Drekin 05 02.33 5 0 0 4 Frúgvin 05 03.17 4 0 0 5 Fenja 05 04.25 3 0 0 6 Rókurin 05 07.15 2 0 0 7 Kollur 05 08.23 1 0 0 8 Sílið 05 14.30 0 0 0 9 Báran 05 24.10 0 0 0 10 Ørnin 05 29.16 0 0 0 5 mannafar dreingir Nummar Placering Bátanavn Tíð Stig Gult kort Reytt kort 1 Royndin Fríða 04 37.17 7 0 0 2 Heykur 04 37.37 6 0 0 3 Karin 04 38.25 5 0 0 4 Drekin 04 43.11 4 0 0 5 Ørnin 04 45.25 3 0 0 6 Tjaldrið 04 45.38 2 0 0 7 Jallurin 04 48.46 1 0 0 8 Sílið 04 49.07 0 0 0 9 Firvaldur 04 50.11 0 0 0 6 mannafar menn Nummar Placering Bátanavn Tíð Stig Gult kort Reytt kort 1 Hvessingur 04 26.47 7 0 0 2 Gongurólvur 04 32.27 6 0 0 3 Kollfirðingur 04 33.01 5 0 0 4 Herningur 04 33.49 4 0 0 5 Lómur 04 39.02 3 0 0 6 Strálan 04 43.31 2 0 0 Beinleiðis sending av Vaglinum í Havn við innsløgum og gestum í studio. Vit eru úti á gøtunum og lodda dýpið, hitta fólk og práta um leyst og fast í sambandi við ólavsøkuna. Vístur verður samandráttur av ólavsøkusetanini og kappróðrinum. Sendingin verður endursend ólavsøkudag. Og trý uppskot eru at leggja fram um fiskidagarnar hjá bólki 5B. Tað eina eigur Fólkaflokkurin, sum vil geva bólkinum stívar 3000 dagar afturat í ár. Útvarpið skilir, at Fiskimálaráðið eigur eitt uppskot og Henrik Old, løgtingsmaður, eitt uppskot. Í hesum báðum uppskotum eru ikki so nógvir fiskidagar sum í uppskotinum hjá Fólkaflokkinum. Um løgmaður bíðar til seinni í vikuni at boða frá valinum, ber til at viðgera hesi uppskotini í tinginum. Løgmaður skal í seinasta lagi leygardagin 3.august boða frá løgtingsvalinum. Um fimm tíðina í gjár fekk politiið fráboðan um ein hund, sum var læstur inni í einum bili. Hann tyktist ikki hava tað gott í hitanum. Stórur munur er á lógini, sum er galdandi í Føroyum, og lógini, sum er galdandi í Danmark, tí danska rættargangslógin er ofta dagførd. Millum annað skal Føroya rættur nú hava dómsfólk. Dómsfólk eru vanlig fólk, sum viðgera rættarmál saman við løgfrøðiligum dómarum. Í lógaruppskotinum er nýggjur kapittul um ábyrgd hjá landsstýrisfólki. Hann sigur, hvørjar rættargangsreglurnar eru, tá mál eru móti landsstýrisfólkum um embætisførslu teirra. Ringrás fær 15.000 krónur til ein stuttfilm um strandarudding. Cowi og Umhvørvisstovan fáa 15.000 krónur til eina royndarverkætlan um at kortleggja náttúru við dronu. Fuglafrøðifelagið fær 10.000 krónur til at senda fólk á norðurlendskan Birdlife fundi og FNU fær 10.000 krónur til umhvørvisverkætlanir og samstarv. Jens Mortan Mortensen, prestur, prædikar, Ása Justinussen er deknur, við orglið situr Gudmund Mortensen og klokkari er Andreas Sjóvará. Kórið Ljómur syngur. Tøkningur í kirkjuni er Dánjal Tavsen. Mælt verður til nøkur átøk at fara undir skjótast til ber. Fyrstu stigini verða nú tikin til gera integrasjónslóggávu í Føroyum, sigur Uttanríkis og Vinnumálaráðið. Lógin skal áseta treytirnar fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum. Slíkt loyvi krevur, at eitt skikkað undirvísingartilboð í føroyskum sum fremmandamáli og føroyskum samfelagsviðurskiftum verður ment. Mælt verður nú til seta sum krav fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum, at tilflytarin hevur lokið prógv í føroyskum máli og samfelagsviðurskiftum. Í yvirfriðingarnevndini eru tríggir sokallaðir føddir limir. Teir eru sorinskrivarin, sum nú er Henrik Møller, hann er formaður, landsfornfrøðingurin, hann eitur Símun V. Arge, og leiðarin á nátúrusavninum, Magnus Gaard. Sambært uppskotinum um náttúrumargfeldislóg skulu friðingarnevndirnar takast av. Uppskotið kom í tingið, men ikki aftur haðani og er nú dottið burtur. Aksel V. Johannesen sigur millum annað í røðuni um eitt stórmál, sum skúladepilin í Marknagili er, at Glasir hevur uttan iva fingið flestar yvirskriftir seinasta árið, ikki allar positivar, hóast skúlin stórt sæð fungerar, og fólk hava funnið seg til rættis í bygninginum. Hetta eru uppskot, sum sambært lóg skulu leggjast fram, so sum uppskot um fíggjarlóg fyri 2020, og frágreiðing um støðuna í fyrisitingini av sjófeingi. Lógin sigur, at í seinasta lagi klokkan 18.00 dagin eftir, at valið er útskrivað, kunnu í minsta lagi 800 veljarar boða frá, at nýggjur flokkur er stovnaður. Heilsu og Innlendismálaráðið, sum umsitur vallógina, hevur longu kunngjørt tær nógvu freistirnar, sum eru galdandi, tá løgtingsval er. Í gjár náðaði amerikanski forsetin, Donald Trump, fimm monnum. Teir fimm, sum fingu grið, hava longu sitið sínar fongsulsdómar. Teir fáa nú formliga uppreisn úr Hvítu húsunum. Brotsverkini hjá teimum vórðu framd í áttatiárunum og nítiárunum. Hvítu húsini hava ongar viðmerkingar um, hví menninior eru náðar við afturvirkandi kraft. Tveir aðrir mans fingu linkað revsingina munandi og verða tí leyslatnir fyrr enn ætlað. Annar teirra, Ted Suhl úr Arkansas, situr fyri mutur og svik, og hin, Ronen Nahmani úr Florida, hevur 20 ára fongsulsrevsing fyri at selja eftirgjørt marijuana. Donald Trump legði dent á, at Nahmani, sum varð dømdur í 2015, er friðarligur maður við fimm børnum og deyðiliga sjúkari konu, og at hann hartil var órevsaður áðrenn. Síðan Harry S. Truman, sum var forseti frá 1945 til 1953, hevur eingin givið so nógvum fólkum grið sum undanmaður Trumps, Barack Obama. Løgtingið skal hava eina frágreiðing um, hvør støðan er í fyrisitingini og hvørji rættindi, Føroyar hava uttan fyri føroyskan sjógv. Tað staðfestir ein frágreiðing hjá ST, sum er kunngjørd í dag, skrivar DR. Tað eru munandi fleiri sivilfólk, sum eru dripin av annaðhvørt stjórnini ella NATO, sigur sama frágreiðing. Frágreiðingin verður kunngjørd samstundis sum umboð fyri USA og taliban eru farin undir avgerandi samráðingar um at fáa enda á 18 ára langa krígnum í landinum. Amerikonsku samráðingarfólkini hava givið til kennar, at tey vilja fáa eina avtalu í lag áðrenn 1. september. Men meðan samráðst hevur verið, økist talið av deyðum og særdum alsamt. Orsøkin til, at eitt nevningating skal viðgera ábyrgdina hjá landsstýrisfólkum, er tann, at tá landsstýrisfólk misrøkja sítt embæti, er hetta á markinum millum politikk og løgfrøði. Tí skal fólkið vera við, tá hesi mál skulu avgerast. Løgmaður ella løgtingið kunnu avgera, at landsstýrisfólk verða ákærd. Tey avgera samstundis, hvør verður almennur ákæri. Hesin ákæri skal verða óheftur av ríkismyndugleikunum og kann tí ikki taka við boðum frá løgmálaráðharranum. Ákærin skal eisini vera óheftur av øðrum myndugleikum, sigur lógaruppskotið. Tað stendur í støðulýsingini, sum Uttanríkis og Vinnumálaráðið hevur gjørt um integrasjónina í Føroyum. Har stendur eisini, at alsamt fleiri utlendingar fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum. Uttanríkis og Vinnumálaráðið hevur eisini talt, hvussu nógvir útlendingar arbeiða í Føroyum. Tann 1. februar í ár arbeiddu 1.214 útlendingar í Føroyum. 160 norðurlendingar, 498 fólk úr ES londum, tá Danmark, Svøríki og Finnland eru undantikin, 97 fólk úr londum í Evropa, sum ikki eru Norðurlond ella ES lond og 459 úr londum í øðrum heimspørtum. Tey flestu, 200, eru í byggivinnuni. Fyrstu stigini verða nú tikin til at gera eina integrasjónslóg í Føroyum, sigur Uttanríkis og Vinnumálaráðið. Lógin skal áseta treytirnar fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum. Slíkt loyvi krevur, at eitt skikkað undirvísingartilboð í føroyskum sum fremmandamáli og føroyskum samfelagsviðurskiftum verður ment. Mælt verður nú til seta sum krav fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum, at tilflytarin hevur lokið prógv í føroyskum máli og samfelagsviðurskiftum. Ein námsætlan skal gerast sum skjótast um eitt innleiðsluskeið í føroyskum sum fremmandamáli og samfelagsviðurskiftum til vaksin. Mælt verður eisini til at gera ein skúla við lærarum í føstum starvi at skipa fyri mál og samfelagsskeiði. Ein skotskur serfrøðingur, Tom Dawson, fornfrøðingur og leiðandi granskari á University of St. Andrews í Fife, ger forkanningar í sambandi við arbeiðið at umvæla bakkaverjuna við fornminnini í Kirkjubø. Í hesum døgum verða síðstu forkanningarnar gjørdar. Tær skulu vera grundarlagið, tá støða skal takast til, hvør rætta loysnin er, tá fornminnini í Kirkjubø skulu verjast móti sjónum. Tilmæli og kostnaðarmeting verða nú fyrireikað. Tað arbeiðið verður eftir ætlan liðugt í september, upplýsir Mentamálaráðið. Tjóðsavnið og Landsverk fingu Tom Dawson til Føroya. Í ár er ein millión kónur sett av í fíggjarlógini til bakkaverju í Kirkjubø og aðrastaðni. Tann milliónin røkkur til forkanningar, projektering og smávegis umvælingar, sigur Mentamálaráðið. Valið varð í veruleikanum útskrivað í mai, tá tingið fór í summarfrí. Síðani tá hava landsstýrisfólkini sillað upp til myndatøkur og at klippa snórar. Tað heldur Kári Thomsen, fyrrverandi leiðari á Agenda 21 skrivstovuni í Føroyum, sum fram til 2014 umsat ST ætlanina um burðardygga menning. Rischard Lewkowiez hevur Downs syndrom og fer á barnaheim í Malm í 1953. Kattis Ahlstrøm og Niklas Køllner royna at fáa greiðu á, hví hann aldri sá foreldrini aftur. Tey koma eftir, at ein sorgarsøga er hend, hon byrjar í eini ghetto undir Nazitýsklandi og endar við at ættfólk fáa svar, sum tey hava leitað eftir í fleiri ættarlið. Tað skrivar Portalurin, sum endurgevur eina fráboðan frá felagnum. Hvørki heimasíðan ella facebooksíðan hjá felagnum eru longur at finna á netinum. WeTravel hevur havt skrivstovu í Havn. Sambært fráboðanini, so ávirkar húsgangurin tey viðskiftafólk, sum hava keypt ferð frá felagnum. Felagið er ikki partur av Rejsegarantifonden. Tí er sannlíkt, at tey, sum hava goldið fyri ferð, tey enn ikki hava verið, missa bæði ferð og pening. Sambært fráboðanini, sum er endurgivin á Portalinum, er tað ikki eydnast felagnum at fáa raksturin at bera seg, hóast 1.2 milliónir av nýggjum kapitali eru settar í felagið seinastu tíðina. Bankin hevur lukkað av, og eru tær 600.000 krónurnar sum komu í allar síðstu løtu, tíanverri ikki nokk at fáa eina positiva ávirkan á WeTravel í framtíðini. Tað vóru teir báðir Jacob Slyne og Niels Juel Nolsøe, ið stovnaðu WeTravel í 2015. Kringvarpið roynir at fáa eina viðmerking frá eigarunum. Gist og vist, sum eigur matstovuna við Michelin stjørnunum, hevur søkt um, at fáa loyvið longt til nýggj høli eru funnin ella bygd til matstovuna, men sum skilst hevur Yvirfriðingarnevndin sýtt fyri at leingja undantaksloyvi. Men víðagitna matstovan hevur nógvar stuðlar, og hesir hava savnað inn undirskriftir í einari roynd, at sannføra yvirfriðingarnevndina um, at matstovan skal sleppa at halda fram Frammi við Gjónna við Leynavatn. Higartil hava 1.233 fólk skrivað undir mótmælisskrivið til myndugleikarnar. Undirskriftirnar verða eftir ætlanini handaðar Yvirfriðingarnevndini 26. august. Tvey fólk, sum dagliga selja og keypa gamlar lutir, fáa 10.000 krónur í part at handla fyri. Seinni verða lutirnir mettir av serkønum, og dagsins vinnari er tann, sum fær hægstu meting. Ein góð kabarett skal viðgera tað, sum er hent í samfelagnum seinasta árið, og tað skal gerast við sjónleiki og tónleiki. Innsløgini vóru passaliga nógv í tali, og eisini deiliga stutt. Tó saknaði eg orkestrið, hóast einsamalli klaverspælarin gjørdi tað væl, leggur hon afturat. Tað fegnast Durita Tausen, forkvinna í Krabbameinsfelagnum, um, tí HPV koppsetingin er við til at fyribyrgja fleiri sløgum av krabbameini, umframt kynssjúkum. At dreingir verða koppsettir fyri HPV merkir eisini, at gentur, sum ikki eru koppsettar fyri HPV, fara at verða betur vardar fyri kyknubroytingum og lívmóðurhálskrabba. Trø eru við til at skapa trivnað og ikki minst geva tey lívd. Hesar eru nakrar av orsøkunum til at Tórshavnar kommuna er farin undir at planta 10.000 trø ymsastaðni í kommununi. Eitt av teimum støðum er nýggi Kirkjugarðurin í Hoyvík, og har hittu vit í Summarmorgni Marin Katrinu Frýdal, sum er forkvinna í Byggi og býarskipanarnevndini í kommununi. Í róðrarfeløgum kring landið er yðjandi lív. Stian Sjursen Takle programmleiðari fer til Bergen Roklubb at hitta ein av bestu ungu rógvarunum og ætlar sær at royna ein av kappróðrarbátunum. Fólk, sum høvdu bílagt ferðir frá ferðaskrivstovuni WeTravel, fingu seint í gjárkvøldið ella í nátt eini SMS boð frá ferðaskrivstovuni um, at fyritøkan var farin á húsagang. Kringvarpið hevur allan morgun roynt at fáa viðmerking frá Jacob Slyne og Niels Juel Nolsøe, ið stovnaðu og arbeiddu á ferðaskrivstovuni, men uttan úrslit. Beint áðrenn útvarpstíðindini svaraði Jacob Slyne. Hann var eftir tilmæli frá sakførara sjálvur uttanlands. Sambært honum svarar ferðaskrivstovan øllum á upplýstari teldupostadressu. Hann var sinnaður at gera samrøðu við Kringvarpið seinni, men mátti fyrst tosa við sakførara felagsins. Ferðafólk, sum hava keypt ferðir frá WeTravel, eru tó farin á flog til millum annað Mallorca í morgun. Elsebeth Davidsen og fleiri við henni hava keypt ferðir frá WeTravel. Tey fóru avstað tíðliga í morgun til Mallorca og lendu fyri lítlari løtu síðani. WeTravel hevur sent fólk við Atlantsflog og við øðrum flogfeløgum. Jóhanna á Bergi, stjóri hjá Atlantsflogi, hevði í morgun ikki yvirlit yvir, hvussu nógv fólk vóru uttanlands við WeTravel. Eitt átak millum tey 11, sum mælt verður til í støðulýsingini um integrasjón í Føroyum, er at virðismeta arbeiðsroyndir og útbúgvingar hjá teimum, sum flyta til Føroya at arbeiða. Nógvir útlendingar halda eina høvuðsforðing fyri væleydnaðari integrasjón vera, at teirra fakligu og arbeiðsligu førleikar ikki verða viðurkendir í Føroyum, sigur Uttanríkis og Vinnumálaráðið, sum hevur gjørt støðulýsingina. Talan er um fólk, sum hava útbúgving sum til dømis handverkari, sjúkrarøktarfrøðingur ella námsfrøðingur, ella tey hava útbúgving í samskifti ella ferðavinnu. Men hetta er útbúgving, sum ikki er viðurkend í Føroyum. Hetta ger so, at útbúgvin fólk, sum koma til Føroya at arbeiða, antin ikki fáa arbeiði her ella arbeiða sum ófaklærd. Tí er eitt tilmælið, at skundað eigur at vera undir arbeiðið at virðismeta útbúgvingarnar hjá útlendingunum, sum flyta til Føroya at arbeiða. Førleikametingin hjá Yrkisdeplinum, Fróðskaparsetrinum og ALS kundi verið við til at førleikamett og viðurkent arbeiðsroyndirnar og fakligu bakgrundina hjá útlendingum, so teir lættari fáa atgongd til privata og almenna arbeiðsmarknaðin í Føroyum. Donald Trump skal til Pólland í sambandi við, at tað eru 80 ár síðani, at Pólland varð hertikið av Týsklandi. Tað er á hesari ferðini, at hann vitjar Danmark. Danska forsætismálaráðið vildi tó fyrr í dag ikki vátta, um arbeitt verður við, at Donald Trump skal koma á vitjan. Tað skrivar heimasíðan hjá Danmarks Radio. Tríggir teir seinastu forsetarnir í USA, Bill Clinton, George W. Bush og Barack Obama, vitjaðu allir Danmark í sínari tíð sum forsetar. Í kvøld leggja vit fyri við Ungum í Dansi. Tey kvøða Tórkilsdøtur. Brestir Bjarnastein Restorf skipar. Síðani fer Edvard í Skorðini Joensen at skipa kvæðið um Seyðamannin á Sondum í Vága Dansifelag. At enda fara Norðstreymoyar Dansifelag saman við limum í Eysturoyar Dansifelag at kvøða Viljorm Kornus. Maria Kristiansdóttir skipar. Vit hoyra nýggjar upptøkur frá føroyskum dansi, sum Kringvarp Føroya og Sláið Ring gjørdu í Skálanum í Klaksvík 25. mai í ár. Vit hoyra Vága Dansifelag kvøða kvæðið Einar Suðuroyingur. Jóhannis Joensen skipar. Síðani skipar Rebekka Syderbø Stolt Signhild. Ung í Dansi kvøða. At enda fer Klaksvíkar Dansifelag upp á gólv við Ebbe Skammelsøn. Leivur Jacobsen skipar. 2. til 3. septembur 2019 vitjar Donald Trump, forseti í USA, og konan, Melania Trump, í Danmark. Á hesi vitjan skal hann eisini hitta grønlendska landsstýrisformannin og føroyska løgmannin. Í skrivinum stendur ikki beinleiðis um, hvat teir báðir fara at práta um. Tó verður nevnt aðrastaðni í skrivinum, at amerikanski forsetin fer at umrøða Arktis á ferðini. Tað kann lesast her Antin 2. ella 3. september fer Aksel V. Johannesen, løgmaður, saman Mette Frederiksen, forsætisráðharra í Danmark, og Kim Kielsen, landsstýrisformanni í Grønlandi, á fund við Donald Trump, sum kemur á vitjan í Danmark. Evnið á fundinum er spenta støðan um arktis, sum bæði USA, Russland og Kina síggja nógvar møguleikar í, nú ísurin bráðnar og nýggj sjóvegis farleið er í eygsjón. Sum skilst verður yvirskipaða evnið á fundinum støðan í arktis, sigur Aksel V. Johannesen, sum eisini ætlar at viðgera handilsviðurskiftini millum Føroyar og USA, fær hann møguleikan. Merkisvert er, at fundurin í september verður beint eftir løgtingsvalið men tá er so stutt fráliðið frá valdegnum, at alt bendir á, at sitandi løgmaður eisini verður løgmaður tá. Tað verður mett, at talan er um ein so týdningarmiklan fund, at tað ikki ber til at takka nei. Og uttan mun til valúrslitið, so røkir sitadi løgmaður embætið, til ein nýggj samgonga er skipað, stendur í skrivligari viðmerking frá Akseli V. Johannesen, løgmanni. Nú tað stundir til løgtingsval, mælir Føroya Arbeiðsgevarafelag til, at skipanin, við frammanundangóðkenning av fyritøkum, at seta í starv útlendska arbeiðsmegi, verður víðkað. Fleiri vinnur hava trupult við at fáa arbeiðsmegi. Tað ber sum er longu til, at fáa fólk til Føroya at arbeiða úr øðrum ES londum uttan stórvegis hóvasták, um arbeiðsloysið í vinnuni er lægri enn 3,5 prosent. Men Føroya Arbeiðsgevarafelag vil hava hesa áseting víðkaða til at umfata øll lond. Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir til, at 3,5 prosent markið verður tikið burtur. Føroya Arbeiðsgevarafelag skrivar, at Arbeiðsloysið í ES er eisini lágt, og tí er ikki líka nógv, sum eru áhugað í, at fara uttanlands at arbeiða. Føroyskum vinnulívi tørvar lættari atgongd til arbeiðsmegi yvirhøvur. Hetta er eitt gamalt ynski hjá vinnuni til politisku skipanina, sum nú verður dustað av aftur. Til løgtingsvalið í 2015 ynskti Føroya Arbeiðsgevarafelag, at 3,5 prosent markið skuldi takast burtur. Tá var arbeiðsloysið í Føroyum umleið trý prosent. Hóast Ráðið fyri ferðslutrygd og Landsverk mæla til, at valplakatir ikki verða hongdar upp fyrr enn í fyrsta lagi fýra leygardagar áðrenn eitt val, síggjast valplakatir longu. Ásvald Simonsen óttast ikki komandi ES bannið av gummifylluni, sum vanliga verður nýtt til graslíkisvøllir, og sum kemur í gildi 1. januar 2022. Loysnin verður væntandi vøllir uttan granulat, sum kunnu brúkast til frítíðarfótbólt, og vøllir við onkrum nýggjum slag av granulati til tey vaksnu og til yrkisfólk, sigur Ásvald Simonsen. Fyri at forða fyri útláti og spjaðing av mikroplasti frá graslíkisvøllum, verður mælt til at gera kunngerð um ger og rakstur av graslíkisvøllum . Orsøkin til, at graslíkisvøllir eru komnir við í tilmælið, sum ein serstakur partur, er øll umrøðan av plastdálking, sum hevur verið seinnu árini. Serliga granulatið, sum verður fylt á vøllirnar, vísir seg í ein stóran mun at enda úti í náttúruni. Málið um granulatið í grasvøllum er komið upp á hægsta stig í Evropeiska Samveldinum, sum hevur gjørt av at arbeiða fram ímóti at bannað hesari gummifyllu 1. januar í 2022. Fótbóltssamband Føroya fer at fylgja endaligu ES avgerðini, tá hon kemur, segði aðalskrivarin hjá FSF við Kringvarpið fyri einari góðari viku síðani. Ein av teimum, sum hevur hollast vitan um graslíkisvøllir her heima, er Ásvald Simonsen. Hann hevur síðani 1986 arbeitt í vinnuni, og nógv er broytt, síðani teir fyrstu vøllirnir blivu lagdir. Vinnan tillagar seg alla tíðina, og so hvørt, sum nýggj vitan og nýggj krøv koma, eru vit til reiðar, sigur, Ásvald Simonsen við útvarpið. Nú er ikki vist, at alt slag av granulati verður bannað í 2022, men tað er einki at ivast í, at granulat úr plasti ikki verður at síggja, metir Ásvald Simonsen. Á Viðareiði er ein vøllur, sum ikki inniheldur granulat, og hann riggar væl til endamálið, sum er fótbóltur til børn og fríyrkisfólk, sigur Ásvald Simonsen. Tá tað snýr seg um yrkisfótbólt, er neyðugt við granulati, og í løtuni verður arbeitt hart fyri at menna sløg, sum eru meiri umhvørvisvinarlig. Eitt av hesum sløgum verður rópt TPE, og verður millum annað brúkt í Runavík og á Skála. Í løtuni samráðast Evropeiska fótbóltssambandið og ES um eina loysn, tí eingin er áhugaður í, at vøllirnir í Evropa verða bannaðir. Fólkaheilsan skal eisini havast í huga, siga sambond og myndugleikar. Hamza Bin Laden, sonur Osama Bin Laden, hevur latið lív í einum loftálopi. Tað siga amerikanskir miðlar við keldum hjá amerikansku fregnartænastuni. Hamza Bin Laden verður hildin at hava verið eitt av fremstu fólkunum í yvirgangsfelagsskapinum Al Qaeda, eftir at pápi hansara varð dripin av amerikanskum herliði í Pakistan. Tað er ógreitt, hvør framdi álopið. Amerikanska fregnartænastan hevur í fleiri ár bjóðað fólki pening, sum vistu nakað um Hamza Bin Laden. Sambært keldum, er tað eisini ógreitt, júst nær Hamza Bin Laden er deyður, tó skal amerikanski herinum hava átt ein leiklut í álopinum. Seinastu ferð, nakað hoyrdist alment frá Hamza Bin Laden, var í 2018, tá Hamza Bin Laden heitti á allar arabar um at gera uppreistur. Vit kenna øll til orðið matmentan, ið snýr seg um tann mat vit eta, men einki orð var fyri tað, sum sker, áðrenn vit koma so langt sum til at eta tann mat, vit hava tikið úr jørðini, so vit byrjaðu bara at kalla tað moldmentan. Soleiðis situr Tjóðhild Patursson, háskúlastjóri, nú opið er fyri tilmeldingum til heystskeiðið hjá Mat og moldmentanarháskúlanum á Sandi. Hon hevur ikki sitið í starvinum leingi, men heimasíðan er nú klár, og tað sama er galdandi við fyrstu skeiðunum. Kvinnur, sum ikki eru vesturlendskar, hava tað ikki altíð so gott í Føroyum. Tað skilst á støðulýsingini um integrasjón, sum Uttanríks og Vinnumálaráðið hevur gjørt. Sambært ph.d ritgerð, sum Runa Preeti Ísfeld hevur gjørt og vart, er ein avbjóðing hjá ikki vesturlendskum kvinnum í Føroyum misálit, fordómar og eintáttaðar fatanir. Fatanin er ofta tann, at kvinnurnar eru keyptar til Føroya ella eru komnar til Føroya at finna eydnuna. Tær flestu fáa bara arbeiði her, har ikki er neyðugt at duga føroyskt. Sambært ritgerðini er munur á kvinnunum, sum koma til Føroya, og hvat, tær koma til. Munur er eisini, um kvinnurnar eru giftar í Havn ella á bygd. Ein ritgerð er eisini skrivað um teilendskar kvinnur í Føroyum. Hana skrivaði Ivan Hentze Niclasen, sum hevur masterútbúgving í integrasjón, í 2015. Hann tosaði við 39 kvinnur, sum eru giftar føroyskum manni og eru fluttar til Føroya at búgva. Sambært støðulýsingini um integrasjón eru nakrar høvuðsniðurstøður í ritgerðini, at 14 kvinnur vistu einki um Føroyar, tá tær komu higar. Men 25 vilja mæla øðrum teilendskum kvinnum at flyta til Føroya, sum tær halda vera eitt gott og trygt samfelag. 11 teirra halda, at føroyskir menn eru dámligir og fryntligir. Fram til ár 2000 vóru kvinnurnar sum oftast grønlendskar. Seinastu 20 árini hava kvinnurnar í høvuðsheitum verið úr Asia og Afrika, upplýsir Kvinnuhúsið. Kvinnuhúsið ger vart við, at útlendskar kvinnur kenna ofta ikki síni rættindi. Tær eru illa staddar, um maðurin er óvirðiligur og harðligur. Kvinnurnar ivast í, um tær megna at standa seg fíggjarliga og sosialt, um tær fara frá manninum. Tær verða verandi í einum hjúnalagi, har tær missa sjálvsálitið, sum eisini ávirkar uppvøksturin hjá børnunum. Í uppskotinum hjá Henriki Old, løgtingsmanni, eru 1800 dagar og í uppskotinum hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum eru 1200 dagar. Fundur var í gjár um áheitanina frá løgtingsformanninum um semjuna, men tá fekst eingin semja. Men floksformenninir hittast aftur í dag at tosa um málið. Niels Uni Dam, samskiftisráðgevi, spáddi fyri í vikuni, at stórar valplakatir ikki fóru at koma upp fyrr enn hálvan august, men nú eru longu fleiri at síggja. Hann sigur, at tað nokk er tí, at fólk hava væntað val 31. august og hava bílagt sær plakatir, áðrenn summarfrítíðina og brúka nógv aftur frá fólkatingsvalinum, so alt er longu klárt. Niels Uni Dam heldur, at sosialir miðlar, serliga Facebook, fara at verða nógv brúktir hetta valstríðið. Valevni eru farin at gera fleiri videoupptøkur, tað sást til seinasta val, og tað fer sikkurt at seta sín dám á hetta valstríðið. Niels Uni Dam er eisini spentur at síggja, hvussu valevni fara at brúka Instagram, sum er vorðin ein betri umtóktur miðil millum føroyingar síðani seinasta val. KOKS noyðist at gevast við matstovuvirkseminum Frammi við Gjónna 1. september, hóast allir lokalir myndugleikar hava givið sína tilsøgn til, at virksemið kann halda fram í tvey ár afturat. Yvirfriðingarnevndin hevur nevniliga tikið lokalu friðingar og kommunalumyndugleikarnar av ræði í málinum og noktar at leingja loyvið hjá KOKS. Hetta vísir innlit, sum Kringvarpið hevur fingið í málið. Í buktini liggur ein minni bygningur, sum Gist og Vist hevur bygt á økinum til at hýsa einum køki og starvsfólkavesi. Til kunningar skal upplýsast, at Tórshavnar kommuna er jaligt sinnað í mun til umsóknina hjá KOKS, at fáa longt fyribilsloyvið við tveimum árum. Soleiðis skrivar Tórshavnar Kommuna í hoyringssvari longu í januar til umsóknina hjá KOKS um at fáa longt fyribilsloyvið at reka matstovu frammi við Gjónna við Leynavatn við tveimum árum. Tórshavnar Kommuna vísir á, at kommuna hevur sent máið til ummælis hjá øllum avvarandi myndugleikum, sum allir geva sítt viðmæli at leingja loyvið. Teir eru Landsverk, Náttúrufriðingarnevndin, Kollfjarðarnevndin og Búnaðarstovan. Harvið hava allir lokalir kommunalir og friðingarmyndugleikar viðmælt at leingja fyribilsloyvið hjá KOKS at reka matstovuvirksemi við Leynarvatn við tveimum árum. Hesin bygningur liggur omanfyri sjálvan høvuðsbygningin, har fólk sita og eta, og er bygdur eins og ein hjallur í líki og sniðið. Bygningur kom fyri ein annan, útslitnan blikk klæddan bygning, sum stóð har frammanundan. Yvirfriðingarnevndin vísir til 6 í náttúrufriðingarlógini, sum Yvirfriðingarnevndin sigur ásetir, at øll nýbygging á friðað økinum frammi við Gjónna skal hava beinleiðis tilknýti til landbrúk. Í sínum noktandi svari, vísir Yvirfriðingarnevndin á, at hon í síni tíð gav loyvi til, at nýggi bygningurin varð bygdur á friðaða økinum, tí hann eftir ætlan skal latast bóndanum at brúka til sítt landbrúk, tá KOKS gevst frammi við Gjónna. Yvirfriðingarnevndin vísir eisini á, at hon bert hevur heimild at geva undantaksloyvi í eitt ár til, at nýggi bygningurin verður brúkt til annað endamál enn landbrúk. Undantaksloyvið gongur út 1. september. Einasta felag, ið hevur fingið málið til ummælis, og sum er ímóti at leingja loyvið hjá KOKS í tvey ár, er Sílaveiðufelagið. Víðagitna matstovan, sum hevur tvær Michelin stjørnur, hevur nógvar stuðlar bæði her heima og uttanlands. Stuðlarnir hava skipað fyri einari undirskriftinnsavnan í einari roynd at sannføra Yvirfriðingarnevndina um, at matstovan skal sleppa at halda fram Frammi við Gjónna við Leynavatn. Higartil hava 1900 fólk skrivað undir mótmælisskrivið, men talið vekstur støðugt. Eftir ætlan verða undirskriftirnar handaðar Yvirfriðingarnevndini 26. august. Fiskiorkan hjá línuskipum er óbroytt, nú kunngerð um áseting og útrokning av fiskiorku í sambandi við avhending og flyting av fiskidøgum og broyting av fiskifari er komin í gildi. Fiskivinnuráðið mælti frá at gera broytingina, tí hon hevur álvarsamar avleiðingar fyri tey reiðarí, sum hugsa um at keypa brúkt línuskip, sum tó eru nýggjari enn verandi skip. Broytingin merkir, sigur Fiskivinnuráðið, at skip størri enn 2.772 ikki kunnu fáa fiskidagar og hava als ikki atgongd til fiskidagaskipanina. Vit liva í alt ov stóran mun í høvdinum, har gerandisskyldur, ørkymlingar um fíggjarstøðu, barnauppaling, arbeiði og kanska eisini eitt parlag, ið er vorðið eitt sindur minni spennandi og gevandi enn ynskiligt er, seta dagsskránna. Heldur skuldu vit lurta meir eftir kroppinum, har vit, um vit geva okkum stundir, kunnu finna svarið á, hvat vit í veruleikanum ynskja at siga ja og nei til, og hvat vit í veruleikanum kenna innanst inni, metir Vivian Sjóklett, námsfrøðingur, listaterapeutur, vaginalterapeutur og sexologlesandi. Hvussu vit fáa kropp og høvd at renna saman í eina eind, og harvið verða meir heil menniskju, gevur hon í hesi samrøðu sítt boð uppá. Løgmaður verður ikki hin fyrsti føroyingurin, ið Trump hittir, tá teir báðir fundast um ein mánað. Í desember í 2011 síðani hitti Leif á Bøgarði og konan hann í Trump Tower. Heilt av tilvild. Hann vitjaði Summartíman at greiða frá, hví arktiska økið er so áhugavert, nú Donald Trump hittir stjórnarleiðararnar í danska ríkisfelagsskapinum í næsta mánað. Tað besta hevði verið, um ein grunnur, sum loftar ferðafólki, tá ferðaskrivstovur gevast, verður lógarkravdur, sigur Henny á Líknargøtu, forkvinna í Ferðavinnufelagnum. Føroyingar, sum keypa eina pakkaferð í Føroyum, hava ongan grunn, tey kunnu heita á, um veitarin, tey hava keypt ferðina frá, fer í gjaldsteðg ella á húsagang. Bilasølurnar hava góðar dagar. Sambært nýggjastu hagtølunum hjá Akstovuni yvir skrásettar bilar, so hava bilasølurnar selt fleiri bilar higartil í ár, enn í fjør. Bara í juli keyptu 164 fólk sær nýggjan bil. Tað er nakað minni enn sama mánað í fjør, tá ið 192 føroyskar familjur valdu at skifta bilin út við ein nýggjan. Men verður hugt eftir tíðarskeiðnum frá 1. januar, so koyra 1.464 nýggir bilar runt á vegunum, og tað eru 90 fleiri enn sama tíðarskeið í 2018. Sonevndu vøruvognarnir, sum fyritøkur oftast brúka, eru eisini vorðnir fleiri í tali. Vøruvognarnir eru 252 fleiri í tali hetta sama tíðarskeiðið. Herfyri setti USA tiltøk í verk móti iranska uttanríkisráðharranum, Javad Zarif, sum hevði ein avgerandi leiklut, tá altjóða avtalan um kjarnorkuna í Iran varð gjørd. Síðani tá hevur USA aftur sett tiltøk í verk móti londum, ið samstarva við Iran. Eitt nú verða lond, sum keypa olju úr Iran, revsað. Stjórin á Føroya Tele var errin, tá hann 23. november í fjør boðaði frá, at hann fegnaðist um at hava gjørt samstarvsavtalu við Shetland Space Center og Lockheed Martin. Amerikanska felagið, Lockheed Martin, er ein av heimsins størstu vápnaframleiðarum, og føroysk pensjónsfeløg vilja ikki gera íløgur í felagið, sum hevur verið við til at framleiða kjarnorkuvápn. Pedagogfelagið ynskir, at arbeiðsvikan hjá limunum verður styttri, enn hon er í løtuni. Felagið mælir løgtinginum til at samtykja eina arbeiðsviku á 35 tímar. Men Pedagofelagið er ikki einsamalt við ynski sínum. Starvsmannafelagið, ið er landsins størsta fakfelag, hevur eisini ynski um styttri arbeiðsviku. Starvsmannafelagið er tó ikki so víðgongt sum ynski hjá Pedagogfelagnum. Starvsmannafelagið ynskir eina 37 tímar langa arbeiðsviku fyri sínar limir. Sannlíkt er, at styttri arbeiðsvika, verður partur av samráðingunum millum fakfeløgini og landið. Sáttmálin milum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið fer úr gildi 1. oktober í ár. Føroyskar ferðaskrivstovur kunnu bara vera limir í danska Rejsegarantifonden, um tær selja ferðir sínar til danir, sum ferðast úr Danmark. Tí ferðaskrivstovur í Føroyum, sum selja ferðir í Føroyum, kunnu ikki vera limir í Rejsegarantifonden, sigur Christian Ejholm Hansen hjá Rejsegarantifonden við Útvarpið. Í Føroyum er ikki, sum í flestu øðrum londum í Evropa, nakar grunnur, sum loftar ferðafólki, tá ferðaskrivstovur fara í gjaldsteðg og á húsagang. Fólkaflokkurin skjýtur upp at geva 3.121 dagar afturat, og Høgni Hoydal, landsstýrismaður, mælir til, at 1127 fiskidagar verða latnir afturat. Endamálið, sigur hann, við uppskotinum er at tryggja millum annað, at útróðrarmenn í bólki 5 B, sum bara hava inntøku frá útróðri, kunna halda fram at fiska. Talið 1127 er komið á tann hátt, at í fyrra hálvári í ár hevði Fiskamarknaðurin 1127 fiskidagar, har avreiðingarnar vóru minni enn 300 kilo hvønn fiskidag. Hesar dagar var fiskiskapurin 221 tons, 196 kilo í miðal hvønn dag. Í bólki 5B er útróðrarbátar undir 15 tons, sum ikki eru fult riknir. Talan er um bátar, sum avreiddu fyri minni enn 200.000 krónur í fjør. Grindin er ikki hildin til enn, hon er ring at reka. Ætlanin var, at fáa grindina á Kollafjørð ella til Sundalagið. Tað sigur Finnbogi Midjord, sýslumaður. Tá útvarpið tosaði við Finnboga Midjord í tíðindasendingini klokkan 12 20, vóru bátarnir, ið reka grindina, komnir norður ímóti Hósvíksleitinum. Tað er veðurlagsbólkutin, sum fyri kortum lat sítt tilmæli til nýggjan veðurlagspolitikk, sum mælir til herdu krøvini. Nýtslan av sonevndum F gassi, serliga HFC gassi, er økt munandi seinnu árini. F gass eru sera sterk vakstrarhúsgass, sum hava fleiri túsund ferðir so stórt upphitingarevni sum CO2. Hesi verða serliga nýtt í køliskipanum umborð á skipum, men eisini í hitapumpum og øðrum. Í 2017 stavaðu seks prosent av samlaða útlátinum av vakstrarhúsgassi í CO2 eindum frá F gassi. Grannalondini hava ásett eitt høgt umhvørvisgjald á F gass, millum umleið 500 og 2.000 krónur kilo. Men einki slíkt avgjald er í Føroyum. Bólkurin mælir í uppskotinum til veðurlagspolitikk til, at áseta eitt umhvørvisgjald á F gass fyri at eggja reiðaríum til at skifta. Hetta hevði eisini verið í samsvari við Kigali avtaluna, sum Føroyar nýliga hava tikið undir við. Sambært avtaluni hava ídnaðarlondini bundið seg til at skerja nýtsluna av F gassi við 85 prosentum í 2036. Nøkur føroysk fiskiskip hava skift til umhvørvisvinarligari kølievni. Eykaval var í Wales í gjár, og úrslitið var, at liberala valevnið vann á konservativa valevninum. Neyðugt varð at hava eykaval, tí konservativi parlamentslimurin, Chris Davies, hevur fingið ein dóm. Hóast 19 prosent av veljarunum kravdu, at Chris Davies skuldi leggja frá sær, avgjørdi flokkurin, at hann skuldi royna at varðveita sessin á eykavalinum i Wales. Úrslitið varð, at 55 ára gamla Jane Dodds úr liberala flokkinum vann á Chris Davies. Tað ber í sær, at konservativi flokkurin og norðurírski stuðulsflokkurin hava nú bara ein sess í meiriluta í parlamentinum. Teir hava 320 sessir, og andstøðan hevur 319 sessir. Tíðindastovurnar skriva, at nú meirilutin er tódnaður, verður uppaftur torførari hjá Boris Johnson at fáa brexit ætlanina samtykta í parlamentinum, og úrslitið kann verða, at forsætisráðharrin fer at skriva út parlamentsval. Men hvat er tað so, sum hevur eyðkent partar av uttanríkispolitikkinum hjá amerikanska forsetanum Hann er eitt nú upptikin av Arktis og sínum egna landi, USA, sum altíð skal koma í fremstu røð. Tað ber ikki til at siga nei at fara á fund við Donald Trump, forseta í USA. Føroyar kunnu fáa nakað burturúr fundinum, og verður møguleiki til tess, er ætlanin at umrøða handilssambandið millum USA og Føroyar. Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, ið skal hitta Donald Trump um ein goðan mánað. Terji Rasmussen vil royna okkurt nýtt. Hann og konan eru vorðin samd um at royna frælsa lívið í einum autokampara og ferðast í Evropa í staðin. Hóast hetta, arbeiðir hon sum vaskifólk eitt starv, sum ikki svarar til hennara útbúgvning, og er tað støðan hjá fleiri útlendingum her um leiðir. Men við nýggjum áliti um integrasjón í Føroyum er ætlanin, at hetta skal broytast. Løgtingið samtykti í gjár, at hækka talið av fiskidøgum til útróðrarbátar í bólki 5b. Tvey uppskot vóru at taka støðu til, tá avtornaði. Eitt frá Fólkaflokkinum, sum mælti til at hækka talið av døgum til bólk 5b við 3.121 døgum. Tað uppskotið fall. Og so eitt uppskot frá landsstýrismanninum við fiskivinnumálum um, at hækka dagatalið hjá bólki 5 við 1.127 døgum. Tað uppskotið varð samtykt, tó við eini broyting, so talið av døgum lendi á 2.150 døgum. Hóast broytingin økir samlaða veiðitrýstið, so metti ein stórur partur av løgtinginum, at tað var so lítið, at tað ikki gjørdi seg nevnivert inn á umsitingarætlanina. Samlaða veiðan fyri bólk 5 fyrra hálvár í 2019 er 4.415 tons. Smærru avreiðingarnar á Fiskimarknaði Føroya umboða harvið bara fimm prosent av samlaðu veiðini. Tískil kann staðfestast, at hesir dagarnir hava lítla ávirkan á samlaða veiðitrýstið fyri allan bólkin fyrra hálvár, skrivar landsstýrismaðurin í grundgeving sínari. 25 tinglimir atkvøddu fyri uppskotinum, tveir ímóti. Russiski andstøðuleiðarin, Aleksej Navalnyj, heldur uppá, at hann varð eitraður sunnudagin, tá myndugleikarnir høvdu seg í varðhaldi. Navalnyj hevur kært málið, sigur advokatur hansara. Sunnudagin varð Navalnyj fluttur á sjúkrahús við onkrum, sum minnir um ovurviðkvæmi, og hann var hovin í andlitinum. Dagin eftir varð hann aftur fluttur í fongslið, har hann skal sita í 30 dagar fyri at hava eggjað til eina ólógliga mótmælisgongu. Til dømis skal í gjaldast, um ein skal ganga út á Trælanípuna , við Drangarnir í Vágum, Mykineshólm, tveir hagapartar við Gjógv, Villingardalsfjall á Viðareiði, Lítla Dímun, og nú eisini Saksun, har portur verður sett upp, so ikki ber til at koma til sjógvin, uttan at ein fyrst rindar. Stapin fiskaðu 82 fjórðingar úr Vopnafjørði á Eysturlandinum, tá ið íslendska fiskiveiðieftirlitið filmaði Stapan við einari dronu. Annfinn Olsen, reiðari á Stapanum, sigur við Útvarpið, at skipið varð biðið um at koma á Vopnafjørð, tá teir vóru lidnir at fiska, har myndirnar vóru gjøgnumgingnar á løgreglustøðini. Sambært Annfinni Olsen sæst á myndunum, at Stapin blakar seks fiskar út. Sambært reiðaranum er talan um tindaskøtur, ið einki virði hava og tí vanliga verða blakaðar útaftur. Sambært reiðaranum vóru tríggjar av teimum livandi og svumu avstað aftur. Løgreglan gjørdi ikki meira við málið á staðnum og Stapin fór aftur til fiskiskap. Annfinn Olsen hevur ikki hoyrt aftur frá løgregluni og veit tí ikki at siga, um málið fær eitt rættarligt eftirspæl. Tað upplýsti Texas guvernørurin, Greg Abbott, í nátt okkara tíð á einum beinleiðis tíðindafundi, skrivar tíðindastovan hjá Ritzau. Ein heilt vanligur leygardagur, tá fólk hugna sær, er blivin til ein av mest blóðigu døgunum í søguni hjá Texas, sigur guvernørurin. Skottilburðurin í gjár er sostatt tann áttandi ringasti skottilburðurin í nýggjari tíð í USA eftir eina líknandi hending í San Diego í 1984, tá 21 fólk vórðu myrd, skrivar Reuters. Løgreglan hevur eyðmerkt og handtikið ein mann, sum er undir illgruna. Talan er um ein 21 ára gamlan mann úr býnum Allen, nærhendis Dallas, sum er umleið 1.100 kilometrar eystan fyri El Paso. Sambært sjónvarpsstøðini CNN kannar løgreglan í løtuni eitt uppslag á netinum, sum varð kunngjørt áðrenn skjótingina í gjár, og sum kanska kann beina løgregluna á svarið. Hildið verður, at 21 ára gamli maðurin skrivaði uppslagið. Los Angeles Times skrivar, at í uppslagnum eru sjónarmið um, at latínamerikansk innflyting førir við sær eina innrás. Í uppslagnum verður eisini tikið undir við álopunum á moskurnar í Christchurch í Ný Sælandi í mars mánað í ár. Handtikni maðurin hevur eisini sent amerikanska forsetanum eina heilsan á sosiala miðlinum, Twitter. Maðurin sigur seg taka undir við ætlanunum hjá Donald Trump um, at byggja ein múr fram við meksikanska markinum. Klokkan tvey í nátt ringdu fólk til løgregluna, tí tey høvdu illgruna um, at ein maður, sum var farin við báti úr Nólsoy, har Ovastevna var, sigldi ávirkaður. Fleiri onnur fólk vóru eisini í bátinum. Brimil lá í Nólsoyarfirði, og fekk tí steðgað bátinum á fjørðinum. Illgruni var um, at maðurin sum førdi bátin var ávirkaður. Blóðroynd var tí tikin av manninum. Klokkan seks í morgun fekk løgreglan eisini fráboðan um, at ein bilur var farin út av vegnum millum Skálabotn og Skipanes. Tá løgreglan kom á staðið, fekk hon illgruna um, at maðurin var ávirkaður. Blóðroynd varð eisini tikin av tí manninum. Maðurin er í løtuni innlagdur á Landssjúkrahúsinum til nærri kanningar, upplýsir vakthavandi á politistøðini í Havn. Hóast okkum dámar væl hita, so fær metið veðurlagsgranskarar at stúra. Hitin merkir, at ísurin bráðnar skjótari enn nakrantíð áður, skrivar TV2. Metingar siga, at vanliga bráðna millum tvær og fýra milliardir tons av ísi um dagin. Men í hesum hitanum bráðna millum 10 og 11 milliardir tons av innlandsísi. Sambært norska veðurlagsgranskaranum Sebastian Mernild, er tað hitabylgjan í Europa, sum eisini merkist í Grønlandi. Hann sigur, at ísurin ikki er bráðnaður so skjótt síðani seinnu helvt av 19. øld. Undan hesum umfarinum liggur Víkingur á odda í Betri deildini við 35 stigum. B36 er á øðrum plássi, við einum dysti færri, við 34 stigum og HB er á triðja plássi við 33 stigum. Fiskaklettur, sum er 21 metrar langt, var statt umleið átta fjórðingar eystur úr Svínoynni, tá skipið fekk maskinbrek, og tí mátti sleipast til lands. Vørn fekk fráboðanina klokkan 16 50, og Brimil kom á Klaksvík við fiskiskipinum í gjárkvøldið klokkan 21 35, upplýsir vakthavandi hjá Vørn. Níggju fólk eru dripin í einum skottilburði í amerikanska býnum Dayton, og 16 onnur fólk eru særd, skrivar Ritzau. Tað váttar løgreglan í statinum Ohio, sambært tíðindastovuni. Sambært blaðnum Dayton Daily News, fór skottilburðurin fram nærhendis einari barr í Dayton klokkan eitt lokala tíð í nátt klokkan seks í morgun okkara tíð. Myndir, sum eru lagdar á sosialu miðlarnar, vísa fólk, sum renna fyri lívinum gjøgnum gøturnar eftir at ein maður byrjaði at skjóta eftir fólki nærhendis barrini. Økið, har skottilburðurin í nátt fór fram, er kent fyri náttklubbar, barrir og handlar. Tað búgva umleið 145.000 fólk í Dayton, har vesturi í statinum Ohio. Tollarar í Íslandi funnu 45 kilo av sterkum rúsevnum, tá Norr na kom til landið seinasta hósdag. Tað skriva fleiri íslendskir fjølmiðlar. Sambært keldum hjá íslendska Morgunblaðnum, var talan um bæði rúsevnini amfetamin og kokain, sum tollvaldið legði hald á hósdagin. Sterku rúsevnini vóru fjald í einum bili, sum kom við Norr nu til Íslands hósdagin. Tað var rúsevnahundurin hjá tollvaldinum, ið snoddaði seg fram til rúsevnini. Bilurin er nú tikin sundur til kanningar, skrivar Morgunblaðið, men løgreglan á Eysturlandinum hevur tó ikki váttað hesar upplýsingarnar. Tveir útlendingar eru varðhaldsfongslaðir í tvær vikur. Løgreglan á Eysturlandinum samstarvar við løgregluna í Reykjavík um málið, men meira vil íslendska løgreglan ikki siga um málið í løtuni sambært blaðnum. Hetta er størsta nøgdin av rúsevnum, sum hald er lagt á í einum, í stívliga 10 ár í Íslandi. Tá løgdu myndugleikarnir hald á 55 kilo av rúsevnum. Løgreglan í Føroyum hevur ikki fingið nakra áheitan frá íslendsku myndugleikunum um, at seta kanningar í verk her, upplýsir Steen Nørskov, chefpolitiinspektørur, í dag fyri útvarpinum. Fundurin við Donald Trump, forseta í USA, eigur ikki bert at snúgva seg um trygdarpolitik, men eisini um íløgur í Grønlandi. Tað sigur Aaja Chemnitz Larsen, fólkatingslimur. Aaja Chemnitz Larsen, úr grønlendska flokkinum IA, heldur tað vera ógvuliga vera ógvuliga áhugavert, at Grønland og Arktis fáa so stóra rúmd á fundinum millum Donald Trump og Mette Frederiksen, forsætisráðharra, um ein góðan mánað. Á fundinum luttaka eisini Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Kim Kielsen, landsstýrisformaður í Grønlandi, har eitt av evninum á fundinum er Arktis og trygdarpolitikkur. Eg vænti ikki, at Donald Trump fer at lurta eftir grønlendskum sjónarmiðum, men at hann vil hava, at tað verður lurtað eftir honum, sigur Aaja Chemnitz Larsen við P1 hjá Danmarks Radio. Eisini er tað umráðandi fyri grønlendsku stjórnina at vita, hvønn flogvøll USA ætlar at gera íløgur í. Tað er komið fram, at USA ætlar at fíggja ein flogvøll, men enn er ikki greitt, hvønn flogvøll talan er um. Um USA heldur, at vit eiga at siga nei til íløgur úr Kina, so má USA sjálvt gera íløgur í Grønlandi. Grønlendski búskapurin gerst bert sterkari, um fleiri uttanfyri landoddarnar gera íløgur í Grønlandi. Tí eiga vit ikki at útiloka nakran, sigur Aaja Chemnitz Larsen. Jon Rahbek Clemmensen, lektari á forsvarsakademinum, heldur tað vera í tráð við amerikanskan uttanríkispolitik, at lond krevja okkurt afturfyri, at USA brúkar økið hjá teimum. USA roynir at tryggja síni hernaðarligu áhugamál við at geva grønlendingum okkurt afturfyri. Seinasta árið hava vit sæð eina røð av átøkum, har USA hevur roynt at víst á, at grønlendingar kunnu fáa nakað burturúr, sigur Jon Rahbek Clemmensen við P1. Politiið varð boðsent og kom á staðið alt fyri eitt, skrivar Vørn á heimasíðuni. Í sambandi við Ovastevnuna var nógv virksemi við RIB bátum. Skipini hjá Vørn fara í samstarvi við Sjóvinnustýrið og politiið at hava eitt vakið eyga við hesum virksemi í framtíðini, skrivar Vørn á heimasíðuni. Gerningsmaðurin í Dayton var 24 ára gamal og løgreglan arbeiðir út frá ástøðinum um, at álopið var neyvt fyrireikað. Gerningsmaðurin var í skottryggum vesti, masku og oyravernd, umframt at hann hevði fleiri patrónmagasin klár. Millum tey, gerningsmaðurin skeyt og drap, var systir hansara, hon var 22 ára gomul. Hini, sum lótu lív, vóru millum 25 og 57 ár, fýra kvinnur og fimm menn, trý av teimum hvítt og seks litt. Sambært myndugleikunum gekk bara ein hálvur minuttur frá tí, at gerningsmaðurin byrjaði at skjóta frá hond, til løgreglan hevði skotið hann. Løgreglan hevur sagt, at tað er enn ov tíðliga at siga nakað um, hví maðurin fór at skjóta frá hond leygardagin, men tey hava tó fingið ábendingar um, at maðurin var sálarliga sjúkur. Ein annar skottilburður var eisini í El Paso í statinum Texas um vikuskiftið. Har skeyt og drap ein maður 20 fólk og særdi 26 onnur fólk, hjá níggju teirra stóð í gjár um lív. Við teimum báðum skottilburðunum um vikuskiftið hava tilsamans 251 hópskottilburðir verið í ár, sigur felagið Gun Violence Archive, ið skrásetur hópskottilburðir. Sambært teimum er talan um hópskottilburðir, tá í minsta lagi fýra fólk verða rakt í somu atsókn. Higartil eru 8.774 fólk deyð av skotvápnum í ár. Intercoiffure Mondial er ein altjóða felagsskapur, sum hevur fleiri enn 3000 hárfríðkanarstovur kring heimin og hevur til endamáls at verja hárfríðkanarfakið, savna hárfríðkanarfólk og skapa hársnið og móta. Mariann Klein Ivansdóttir er Art Director fyri Intercoiffure Danmark, og hennara leiklutur er at standa fyri øllum innan hársnið, myndatøkur, framførslur og móta. Nógv verður tosað um skíggjavanar í dag. Um vit áttu at avmarka okkara skíggjanýtslu, um børn eiga at nýta skíggjar, og hvørjar avleiðingar nýtslan av skíggjum kann hava. Heimsheilsustovnurin WHO hevur fyri stuttum mælt til, at børn millum eitt og fimm ár bert mugu nýta skíggjar ein tíma um dagin, meðan børn undir eitt ár als ikki mugu hyggja í skíggjar, tí tað ávirkar menningina. Føroysk viðurskifti Gitte Klein er farin í holt við eina kanning í Føroyum. Kanningin roynir at lýsa tað fløkta sambandið millum skíggjanýtslu og samveruna millum børn og foreldur, og hvønn leiklut strongd í gerandisdegnum hevur í skíggjanýtsluni hjá familjum. Nær nýta vit skíggjar Millum annað verður spurt um, hvussu ofta familjur brúka skíggjar dagliga, nær á degnum, um tey gera tað, tá tey eru saman við børnunum og so framvegis. Eisini verður spurt um, hví foreldur so velja at vísa barninum børnunum skíggjar onkuntíð. Er orsøkin, at tey fáa eina fríløtu ella skulu gera okkurt annað og so framvegis. Ein breið kanning Kanningin spyr eisini um atburð hjá børnum, hvussu foreldrini halda seg vera sum foreldur, og so kannar hon eisini, um strongd hevur ein leiklut í skíggjanýtsluni. 20 spælarar eru tiknir út at umboða føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti til EM undankappingardystirnar í móti Wales og Hvítarusslandi sum mánaðarskifti august september. Tað var á tíðindafundi í FSF húsinum í Gundadali í morgun, at John Petersen kunngjørdi, hvørjar spælarar, hann vildi hava við til dystirnar í móti Wales og Hvítarusslandi. Fyrri dysturin, sum er í móti Wales, verður á Tórsvølli 28. august, seinni dysturin á útivølli tann 3. september í móti Hvítarusslandi. Hópurin er hesin Málverjar Monika Biskopstø, AaB Danmark Anna S. Hansen, EBS Skála Verjuleikarar Marita á Fríðriksmørk, ÍF Víkingur B68 Annika Ragna Christiansen, ÍF Víkingur B68 Lív Arge Poulsen, Sundby Danmark Rebekka Eschen Danielsen, Hinna IF Norra Rakul V Magnusen, EBS Skála Katrina Akursmørk, KÍ Miðvallarar Eyðvør Klakstein, KÍ Evy á Lakjuni, KÍ Olga Kristina Hansen, B36 Ansy Sevdal Jacobsen, EBS Skála Ásla Johannesen, FC Nordsjælland Danmark Sara Samson Lamhauge, HB Julia Naomi Mortensen, HB Jónvá Hentze, HB Jacoba Langgaard, ÍF Víkingur B68 Áleyparar Sarita Maria Mittfoss, B36 Heidi Sevdal, HB Rebekka Benbakoura, HB Sølan av smáum gasspatrónum, sum eiga at verða brúktar til millum annað at gera pískaðan róma í gosfløskum, vaks so nógv í einum handli í Havn, at leiðarin fekk illgruna um, at okkurt var galið. Í okkara grannalondum hevur verið ávarað um at rúsa seg við láturgassinum, sum er í hesum patrónum. Kim Dalhoff, serlækni hjá Giftlinjen.dk sigur, at tað kann vera sera vandamikið at sniffa láturgass. Eitt felag, sum fær rumenar til Føroya at arbeiða í byggivinnuni, felagið eitur Firmport, krevur, at rumenarnir eru limir í Havnar arbeiðarafelag, hóast teir eru handverkarar, og tí høvdu fingið meira í løn, um teir vóru í handverkarafelag. Hetta stendur í kanning, sum 13 fakfeløg á privata og á almenna arbeiðsmarknaðinum hava latið gjørt. Tey hava kannað óskipaðu viðurskiftini á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Smápartafelagið Deep C Fishing fekk fyrst í hesum árinum loyvi at royna eftir reyðkrabba í ár. Borðoyarnes hevur loyvi til at hava 1500 rúsur ella teinar í sjónum í senn. Tørvur er á einari skipan, sum er galdandi fyri allar Føroyar. Tað sigur Ferðavinnufelagið, sum nú leggur uppí kjakið um, hvør hevur rættin til, at ganga í haga og hvør kann taka gjald fyri tað. Eins og Rúna Hjelm, forkvinna í Hagafelag Føroya, so heldur Ferðavinnufelagið, at neyðugt er við dagførdari lóggávu, sum tekur hædd fyri fleiri áhugamálum enn teimum hjá landbúnaðinum. Tess fleiri ymisk gjøld og ymiskar skipanir verða galdandi kring landið, tess torførari og ólagaligari verður tað hjá ferðasmiðjunum, at selja túrar kring oyggjarnar, og málið um at spjaða ferðafólkini kring landið gerst torførari at røkka, skrivar Ferðavinnuelagið. Felagið, sum røkir áhugamálini hjá Ferðavinnuni, heldur, at tørvur er á at skipa økið, dagføra lóggávuna og seta í verk eina gjøgnumskygda og landsfevnandi skipan, sum tryggjar hóskandi og rímiligar treytir. Ferðavinnufelagið mælir komandi stjórn frá, at falla fyri freistingini, at leggja gjøld á ferðavinnuna við tí fyri eygað, at fáa so nógvan pening, sum gjørligt burtur úr hvørjum einstøkum ferðandi. Hetta hevði gjørt, at føroyska ferðavinnan hevði mist kappingarførið. Ferðavinnan er útflutningsvinna og er í kapping við allan heimin. Sum ferðamál eru Føroyar, sum er, eitt kostnaðarmikið ferðamál. Tað kann skaða umdømið hjá Føroyum, sum ferðamál, um vit ikki hava gjøgnumskygdar skipanir við innkrevjing av gjøldum fyri atgongd til náttúruna. Gjald ella ikki gjald, so skal sama reglugerð verða galdandi í øllum landinum, sigur felagið í fráboðan. Valstríðið í Kringvarpinum undan løgtingsvalinum byrjar nú. Í annaðkvøld klokkan 19 20 verður fyrsta formanskjakið sent beinleiðis í sjónvarpinum. Um miðjan august byrja valsendingarnar eisini í útvarpinum. Tá verða umboð fyri allar teir politisku flokkarnar hvør sær gestir í útvarpssendingunum, Tingið. Kringvarpið skipar eisini fyri fýra beinleiðis veljarafundum kring landið. Á Giljanesi 14. august, á Tvøroyri 21. august, í Klaksvík 28. august og í Havn 30. august. Vertir í útvarpssendingunum verða Brynhild Thomsen og Sólvit Nolsø, í sjónvarpinum Jón Brian Hvidtfeldt og Elin Mirjamsdóttir, og vertir á valfundunum kring landið verða Marjun Dalsgaard og Heini Gaard. Hildið verður, at ein 21 ára gamal hvítur amerikanari skeyt frá hond og drap 20 fólk, og at skotini fyrst og fremst vórðu ætlað latínamerikanarum í USA. Donald Trump, forseti, sigur, at hatur eigur einki pláss í USA. Tað sigur hann eftir skottilburðirnar í Texas og Ohio um vikuskiftið. Donald Trump sigur, at hann hevur tosað við samveldisløgregluna, FBI, William Barr, løgmálaráðharra, og limir í kongressini um, hvat kann gerast til tess at steðga slíkum skottilburðum í framtíðini. RÆTTING Sambært formanninum í Havnar Arbeiðarafelag, er limagjaldið í felagnum ikki hitt hægsta í landinum. Onnur fakfeløg hava sama prosentgjald ella hægri. RÆTTING Sambært formanninum í Havnar Arbeiðarafelag, er limagjaldið í felagnum ikki hitt hægsta í landinum. Onnur fakfeløg hava sama prosentgjald ella hægri. John Petersen, landsliðsvenjari, hevur úttikið tær kvinnurnar, sum um knappan mánað skulu spæla fyrstu dystirnar í EM undankappingini. Tað er á heimavølli móti Wales og úti móti Hvítarusslandi. NSÍ hevur lagt seg á odda í landskappingini hjá monnum. Tað gjørdu teir við 3 2 sigri á Víkingi, eftir at hava verið aftanfyri við tveimum málum í hálvleikinum. Ein maður hevur fingið 1.000 krónur í sekt fyri í fjør summar at hava lýst við á Facebook síðuni Rótikassanum, at tvey kartong av Prince Rich vóru til sølu fyri 500 krónur fyri bæði tvey. Hetta er brot á roykilógina, sigur rætturin. Maðurin noktaði seg sekan. Men Føroya rættur heldur, at maðurin sýndi stórt óansni, tá hann seldi sigarettirnar uttan fyrst at kanna, um sølan var lóglig. Men rætturin sigur, at talan er um fáar sigarettir, hetta var fyrstu ferð, at maðurin er ákærdur fyri at bróta roykilógina, lýsingin á Facebook hevði einki vinnuligt endamál og sigarettirnar vórðu seldar myndigum fólki, so alt hetta ger dómin linan. Útróðrarbátarnir í bólki 5B kunnu nú aftur loysa. Lógarbroytingin, sum gevur útróðrarbátunum fleiri fiskidagar, er lýst, og hon kom í gildi á midnátt. Bátarnir hava 1965 dagar eftir í ár. Talan er um felagskvotu, hvør bátur sær hevur ikki ávíst dagatal. Løgtingið samtykti fríggjadagin at geva bátunum í bólki 5B 2.150 dagar afturat í ár. Men av tí, at 185 dagar ov nógv vóru brúktir, tá fiskiskapurin varð steðgaður 10. juli, eru 1965 dagar eftir, nú fiskiskapurin kann byrja aftur. Fiskidagatalið hjá bólki 5B hækkaði úr 3.552 upp í 5.702. Kina er steðgað við at innflyta landbúnaðarvørur úr USA, og amerikanski forsetin skuldsetir Kina fyri at manipulera við gjaldoyranum har. Hetta sæst aftur á keypsskálunum kring knøttin. Samstundis sum boðini komu um, at Kina gevst at innflyta amerikanska landbúnaðarvørur, avráddi kinesiski miðbankin, at skriva niður virðið á kinesiska gjaldoyranum yuan. Nú er virði á sjey yuan minni enn ein dollari, og so lágt hevur tað ikki verið í tíggju ár. Sambært AP tíðindastovuni kann hetta verið tekin um, at Kina brúkar gjaldoyrað sum vápn í handilskrígnum í móti USA. Tað er amerikanski forsetin sannførdur um, at Kina ger, hevur hann givið til kennar á Twitter. Støðan millum USA og Kina hevur verið spent síðani hann tók við sum forseti í 2017. Longu í sínum valstríði tá, legði hann Kina undir at manipulera við gjaldoyra sínum soleiðis, at Kina tók seg betri út í samhandlinum landanna millum. Hagtøl í kanningini Rumenar á loftinum, sum Liljan Weihe, samfelagsfrøðingur og journalistur gjørdi fyri 13 fakfeløg, siga, at 583 arbeiðsloyvi vórðu givin fyrstu ferð í fjør. Ovast á listanum er Articon við 99 arbeiðsloyvum í fjør, síðani kemur Mest við 61 og danska vikarstovan DMA International er á triðja plássi við 43 loyvum. Firmport hevur 40 loyvi. Hinar fyritøkurnar á topp tíggju listanum eru J og K Petersen Contractors, Smyril Line, Húsavarðartænastan, IR Lastbilar, Fiskavirkið og Gist og Vist. Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, sigur, at tey bíða enn eftir ymsum loyvum úr USA, men at tey ikki hava givið upp vónina um, at flúgva til Newark flogvøllin í New York í heyst. Umboð úr USA skuldu eisini koma til Føroya í summar at kanna ymisk viðurskifti, men heldur ikki hesi hava verið og gjørt teirra kanningar enn. Tí er nú ivasamt, um Atlantic Airways fer at flúgva til New York í heyst, sum kunngjørt annars varð fyrr í ár. Umboð hjá Atlantic Airways fara í næstum til USA í eini roynd at fáa gongd á, men Jóhanna á Bergi viðgongur, at tað kann gerast trupult at halda upprunaligu tíðarætlanina. Onnur flogfeløg, sum hava byrjað rutur til New York, hava verið noydd at brynja seg við toli til øll neyðugu loyvini eru komin, og tað mugu Altantic Airways, og føroyingar sum ynskja at flúgva beinleiðis til New York, helst eisini gera. Um loyvini ikki koma í rættlag skjótt, verður royndarflúgvingin útsett til í vár, sigur stjórin í Atlantic Airways við Kringvarpið í dag. Í mai frættist annars, at týdningarmikil loyvi vóru fingin upp á pláss, so at felagið tí kundi halda fram við fyrireikingunum til tess at flúgva til New York. Lítið er tó hent síðani, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Altantic Airways. Tað gevur nógvar pengar at fáa rumenar til Føroya at arbeiða. Rakstrarvinningurin hjá smápartafelagnum Firmport í 2017 var slakar tríggjar milliónir krónur. Lønirnar vóru 27,4 milliónir krónur. Miðal mánaðarlønin var tí 31.000 krónur. Rumenarnir hjá Firmport arbeiða meira enn 40 tímar um vikuna. Sambært kanningini Rumenar á loftinum, sum Liljan Weihe gjørdi fyri 13 fakfeløg, fær Firmport 12 prosent av lønini hjá starvsfólki felagsins í ómaksgjaldi. Hetta skal geva smápartafelagnum okkurt um tvær milliónir krónur um árið. Firmport hevur tó ikki váttað hetta, men talið er frá øðrum keldum. Firmport leigar eisini rumenum bústaðir í trimum húsum í Havn. Leiguinntøkan er, sambært kanningini hjá fakfeløgunum, millum 80.000 og 100.000 krónur um mánaðin. Men Firmport hevur mist ein arbeiðsgevara, sum brúkti fólk hjá felagnum. Tí 1. januar 2018 segði byggifelagið Articon upp sáttmálan við Firmport. Veðurstøðin hjá donsku veðurstøðini Danmarks Meteorologiske Institut sigur, at tey mátaðu 4,7 stig. So heitt hevur tað ongantíð verið har áður. Men tað er ikki bara á innlandsísinum, at tað er heitari enn vanligt í Grønlandi nú um dagarnar. Í Upernavík máldu tey 22,6 stig í farnu viku. Í Danaborg mátaðu tey 18,8 stig herfyri. Áðrenn tað var tað mesta, tey høvdu mátað, 18 stig. Hesi tøl verða nú eisini eftirkannað. Myndugleikarnir í Uruguay og Venesuela ávara landsmenn sínar ímóti at fara til USA eftir hópdrápini í USA um vikuskiftið, sum kravdu tilsamans 31 mannalív. Borgarar í landinum eiga ikki at fara til eitt nú Detroit, Baltimore og Albuquerque, tí teir eru vandamiklir, stendur í einari vegleiðing frá uttanríkisráðnum í Uruguay. Uttanríkisráðið í Venesuela heitir á sínar landsmenn um at útseta ferðina til USA, tí har valda harðskapur og hatursbrotsgerðir, stendur í kunngerðini frá uttanríkisráðnum. 21 ára gamli maðurin, sum skeyt, hevði lagt eitt manifest á eina heimasíðu. Har stendur, at tilflytingin úr Latínamerika til USA er ein innrás. 27 ára gamla Katrina Maria Christiansen arbeiðir hjá veddingarfyritøkuni Red Army. Hetta er ein veddingarfyritøka hjá fjepparunum hjá fótbóltsfelagnum Manchester United. Arbeiðið snýr seg millum annað um at vera løtt íklødd á myndum, samstundis sum hon reklamerar fyri dystum og sum heild heldur fjepparaandan hjá fótbóltsfelagnum heitan. Í samrøðuni greiðir Katrina Maria frá, hví hon tímir og torir at taka slíkar myndir og hvussu tað ávirkar hana, at myndirnar eru spjaddar út um allar ættir á sosialu miðlunum. Eg upplivi ofta, at fólk stjala myndirnar og mín samleika á netinum. Men eg tími illa at stúra, tí tað elvir ikki til nakað gott, sigur Katrina Maria. Góða veðrið síðstu tíðina hevur sínar avleiðingar. Lítið og onki regn hevur verið, og ymsastaðni kring landið er farið at fjara í vatnbrunnunum. Í gjár boðaði Vága kommuna frá á heimasíðuni, at vatnveitingin verður stongd eystan fyri Stórá í Sandavági frá klokkan 23 á kvøldi, til klokkan seks á morgni, meðan turkur er. Tað ávirkar umleið helvtina av húskjunum í Sandavági. Haraftrat eru pumpur settar á til tess at skunda undir vatnveitinginga, tí hæddarmunurin gevur nakrar avbjóðingar. tá vatnið kemur úr Miðvági til Sandavágs. Eyðdis Hartman Niclasen, borgarstjóri í Vága kommunu, sigur í dag, at tey eru varug við, at verandi vatnveiting ikki er nøktandi, tá veðrið háttar sær, sum tað hevur gjørt í seinastuni, men hon leggur aftrat, at hesin turkurin er óvanligur. Í løtuni eru ongar ítøkiligar ætlanir um at broyta vatnveitingina til Sandavags, men um útbyggingar verða gjørdar aðrastaðni, verða møguligar útbyggingar til vatnveiting tiknar við, leggur Eyðdis Hartman Niclasen, borgarstjóri, aftrat. Eisini í Leynum verður heitt á borgararnar um at spara uppá vatnið. Heri M Müller, borgarstjóri í Kvívíkar kommunu, sigur, at har er turrari enn aðrastaðni, og tí er so lítið vatn í áunum í løtuni. Vatn er í brunnunum, sigur hann, men fólk skulu spara vatn, meðan turkurin er. Í Kvíkar kommunu verða stig tikin til at tryggja vatnveitingina í kommununi, men tað tekur tíð, sigur Heri M Müller. Kommunan hevur fingið umhvørvisgóðkenning til at taka vatn úr einari á aftrat í Kvívík, og í hesum sambandi verður ein byrging gjørd. Síðani verða vatnleiðingar lagdar til Stykkið og Leynar, men hetta er ein verkætlan, ið fer at taka eini tvey ár. Nú skulu tey, sum ætla sær ein túr út á Lógv í Saksun, gjalda 75 krónur fyri at sleppa ígjøgnum portrið, sum festarin hevur sett upp. Hetta er galdandi fyri bæði útlendsk ferðafólk og føroyingar. Búðstaðarumstøðurnar hjá úttlendingum, sum koma til Føroya at arbeiða, eru ov vánaligar. Tað vísir nýggj kanning, sum 13 fakfeløg hava gjørt Undanfarni sjúkrahússtjórin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi var í starvinum í 35 ár. Nú er ein nýggjur stjóri settur, og hon hevur ætlanir um at sita líka leingið Tá ið vaksni sonur Gerd Snellmans endiliga gavst sum rúsevnismisnýtari, slapp hon av við spenningar í kroppinum. Klumpin í maganum og hon varð troytt. Hon svav, græt og gekk túrrar og skrivaði eina bók. Tvey fólk, sum dagliga selja og keypa gamlar lutir, fáa 10.000 krónur í part at handla fyri. Seinni verða lutirnir mettir av serkønum, og dagsins vinnari er tann, sum fær hægstu meting. Fyri mong er kettan teirra kærasta kelidýr. Men hvat er at gera, tá man skal út at ferðast, og kettan ikki kann koma við. Vit fara við Stian Sjursen Takle, programleiðara, til eitt hotel, sum bara er fyri kettir. Stýrið fyri Føroya eftirskúla boðar frá á Facebook vanga skúlans, at skúlin hevur ikki fingið nóg nógvar umsóknir frá næmingum at byrja í august, og skúlin lýkur tí ikki treytirnar, sum Mentamálaráðið hevur sett. Ætlanin var at byrja við 16 næmingum. Søkt hevur eisini verið eftir stjóra til eftirskúlan, og sambært lýsingini skuldi starvið setast 1. juli ella skjótast til ber. Men stýrið fyri skúlan sigur nú, at í næstum verður aftur søkt eftir stjóra. Stýrið sigur, at arbeitt verður víðari við eftirskúlanum, tí grundarlagið er lagt, og fyrst í 2020 verður tikið ímóti umsóknum til skúlaárið 2020 21. Tá ber til at søkja aftur, sigur stýrið fyri Føroya eftirskúla í fráboðanini á Facebook. Rumenar siga seg hava útbúgving sum handverkarar, men noyðast at vera í fakfelagi fyri arbeiðsfólk. Ikki allar útlendskar útbúgvingar, heldur ikki handverkaraútbúgvingar, eru góðkendar í danska ríkinum. Men kanningin Rumenar á loftinum hjá 13 føroyskum fakfeløgum sigur, at eingin kannar útbúgvingar og førleikar hjá útlendingum, sum koma til Føroya at arbeiða. Lógin um útlendska arbeiðsmegi í Føroyum krevur ikki, at arbeiðsgevarum nýtist at skjalprógva útbúgving og førleikar, tá arbeiðsloysið í Føroyum er minni enn 3,5 prosent. Tað fór niður um hetta markið í desember í 2014. Tí er vandi fyri, sigur kanningin hjá fakfeløgunum, at handverkarar arbeiða í Føroyum, men verða løntir sum arbeiðsmenn. Kemur tað til sparpskeringar, ella verður málið sett á spíssin, sum niðurstøðan sigur í kanningini, ber til at siga, at lógin ger dulda lønardumping møguliga í Føroyum. Um hálvgum tíggju tíðina í gjárkvøldið var ein sterk spreinging uttan fyri bygningin hjá Skattastýrinum á Eysturbrúgv í Keypmannahavn. Morten Bødskov, skattamálaráðharri, sigur, at hetta er ein ógvuslig gerð, og hann heitir á fólk um at hjálpa løgregluni við upplýsingum. Norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong un, sigur, at rakettirnar, sum Norðurkorea hevur royndarskotið seinastu tíðina, eru ein hóskandi ávaring til USA og Suðurkorea, sum hann tekur til. Norðurkoreansku myndugleikarnir siga, at venjingin hjá USA og Suðurkorea hóttir diplomatisku samráðingarnar um norðurkoreansku kjarnorkuna. Tvey fólk vóru stødd í bygninginum hjá Skattastýrinum, tá spreingingin var um hálvgum tíggju tíðina í gjárkvøldið. Hvørgin fekk skaða. Løgreglan heldur ikki, at spreingingin varð ætlað nøkrum ávísum. Ein persónur, sum var staddur nærindis bygningum, tá spreingingin var, fór á skaðastovuna við snuddum. Jørgen Bergen Skov sigur eisini, at enn ber ikki til at siga, hvat elvdi til spreingingina. Spreingingin var uttan fyri inngongdina til Skattastýrið, sigur løgreglan. Lundalandið í Mykinesi hevur verið stongt fyri ferðafólki í tvær vikur, og beinanvegin hevur verið meira at sæð av lundanum, sum hevur støðast betur. Lundalandið í Mykinesi varð stongt fyri fólki, tí tað var so vátt, frá um miðjan juli til eftir ólavsøku. Og tað sást beinanvegin, at hetta hóvaði lítla lundanum sera væl. Tá grannastevna samtykti í Mykinesi, at 100 krónur skuldu takast frá fólki fyri at fara út í Mykineshólm, varð samstundis sagt, at góðkendur ferðaleiðari skuldi fylgja við ferðafólkunum. Donald Trump, forseti, fer at vitja býin El Paso í Texas í dag, fýra dagar eftir skottilburðin, sum kravdi 22 mannalív. Teirra millum vóru sjey meksikanarar. Meginparturin av teimum, sum búgva í El Paso, hava latínamerikanskan uppruna, og tey eru ímóti, at forsetin kemur á vitjan. Men Dee Margo verjir ætlanina hjá forsetanum um at koma til El Paso. Hann hevur fordømt skottilburðirnar og sigur, at alnetið, sosialir miðlar og harðskapur í telduspølum eru við at gera støðuna verri. Tey fáa tíggju tons um dagin, tað mesta er longa. Ólavsøkuaftan fór línuskipið Geir at sigla heim. Skipið hevði óføran góðan fiskiskap undir Føroyum. Hann hevði 444 tons, tá hann fór. Tað mesta var longa, 230 tons, 130 tons vóru brosma og 17 tons vóru toskur. Geir var ein mánað í føroyskum sjógvi. Føroysk frystiskip hava eisini góðan fiskiskap í øðrum sjógvi. Klakkur er á Flemish Kap. Hann byrjaði fiskarí har 23. juli og hevur nú 230 tons av toski. Og hesi 450 tonsini verða latin fólki ella felag, sum 31. desember 2017 hevði veiðiloyvi til pelagiskan fisk í altjóða sjógvi í Suðurkyrrahavinum. Klakkur hevur fingið tey 450 tonsini. Eivind kom undir Eysturgrønland í gjár, har Føroyar kunnu fiska tosk og brosmu. Eivind boðaði Vørn frá, at hann fekk tíggju tons í gjár, nógv tað mesta, níggju tons, eru toskur. Oljufeløg hava áhuga fyri fimta føroyska útbjóðingarumfarinum. Oljufeløgini kunnu søkja um loyvi at leita eftir kolvetni í føroysku øki. Brúk verður fyri olju í nógv ár enn, sigur Niels Christian Nolsøe, stjóri í Jarðfeingi. Fimta umfarið byrjaði hálvan juli., og tað varar 120 dagar. Tað endar 12. november. Hinir flokkarnir teir, sum eisini hava stillað upp til onnur løgtingsval varðveita sínar bókstavir. Níggju flokkar stilla upp hesaferð. Leygardagin 17. august klokkan 18 00 er seinasta freist at lata valevnislistar inn til forkvinnuna í løgtingsvalnevndini. Í mesta lagi 43 valevni kunnu vera á einum valevnislista. Sambært kunngerðini um løgtingsvalið kann valevnislisti ikki hava fleiri valevni enn tíggju fleiri enn løgtingslimirnir, sum skulu veljast. Ein av hesum gongutúrum, ella ljóðvallaraferðum, sum skapararnir av ferðunum nevna tær, er at uppliva í Nólsoy, og tá Ovastevna var um vikuskiftið, var møguleiki at royna ferðina, sum hevur heitið Prinsessan ein sansalig tíðarferð í ljóði. Sansaga Walks er ein norðurlendsk verkætlan, sum fevnir um søgur úr Føroyum, Íslandi og av Bornholm, og føroyski søgusigarin er Linda Mortansdóttir. Kravið frá Mentamálaráðnum var í minsta lagi 16 næmingar, um eftirskúlin á Tvøroyri skuldi fara undir ætlaða virksemið eftir summarfrítíðina. Heldur ikki nóg nógvar umsóknir vóru til stjórastarvið. Fyrr hevur Javnaðarflokkurin gjørt greitt, at hann vil ikki í samgongu við Fólkaflokkin, og nú hevur Miðflokkurin boðað frá, at hann fer ikki í samgongu við Tjóðveldi og Framsókn, uttan so at hesir báðir flokkar broyta sítt virðisgrundarlag. Tað setir familjuna undir tryst, tí tað ber ikki til at verða heima hjá børnunum allar vikurnar, sigur Anna Poulina Leo Olsen, sum eigur tvey børn. Hitametini, sum vórðu skrásett í Grønlandi í farnu viku, eru somikið stór, at danska veðurstovan hevur spurt amerikanarar, hvørjar mátingar teir gjørdu í somu økjum. Veðurfrøðingurin John Cappelen hjá DMI sigur við grønlendska kringvarpið, KNR, at eftirsum talan var serliga nógvan hita, so er ynskiligt at fáa fleiri partar at staðfesta teir. Í Uppernavik var mált 22,6 stig, sum var met, og í Daneborg, norðarliga á eystursíðuni, komu tey upp á 18,8 stig. Summi støð eru hitametini sligin við yvir fýra stigum. Løgreglan fekk í nátt fráboðan um eld í einum húsum í Hoyvík. Stutt fyri klokkan eitt fór roykávararin at ýla, ringt varð til løgregluna, sum sendi boð eftir sløkkiliðnum. Men, sambært løgregluni, kunnu klútar sum hesir vera vandamiklir og kynda eld av sær sjálvum, serliga um teir liggja saman og tað var júst tað, sum hendi í Hoyvík í nátt. Eldurin breiddi seg nakað upp eftir húsavegginum, men talan gjørdist ongantíð um nakran stóran skaða verður sagt av løgreglustøðini. Hyggjuráðini, tá tú fæst við olju og klútar av hesum slagnum er at skola teir væl, ikki at leggja teir saman við øðrum tilfari og goyma teir burtur í einum jarn ella glasílati, har luft ikki sleppur til. Løgreglan í Føroyum fer nú saman við øðrum avvarðandi myndugleikum í holt við at kanna viðurskiftini hjá nógvu útlendingunum, sum koma til landið at arbeiða. Eitt uppskot til eitt samstarv millum Arbeiðs og brunaeftirlitið, TAKS og løgregluna liggur klárt at undirskriva, sigur Steen Nørskov, sjefpolitiinspektørur. Arbeiðsbýtið í eftirlitinum verður soleiðis, at løgreglan kannar uppihaldsloyvini, Arbeiðs og brunaeftirlitið kannar arbeiðsumstøðurnar, meðan TAKS kannar inntøkuviðurskiftini. Nýggja eftirlitisskipanin er ein beinleiðis avleiðing av kanningini Rumenar á loftinum, sum Liljan Weihe hevur gjørt fyri 13 fakfeløg um viðurskiftini hjá útlendingum í byggivinnuni. Kanningin vísti, at eingin kannar útbúgvingar og førleikar hjá útlendingum, sum koma til Føroya at arbeiða. Harvið kundi ikki staðfestast, um lønardumping fer fram í Føroyum ella ikki. Ætlanin er, at umboð fyri myndugleikarnir fara á ófráboðaða vitjan á arbeiðsplássum, sum brúka útlendskar handverkarar, sigur sjefpolitiinspektørurin, við útvarpssendingina Summartímin. Ein spreinging var við býráðshúsið í Landskrona í Sk ne í Svøríki í gjárkvøldið. Spreingingin var um 23 tíðina, sigur løgreglan í Sk ne í tíðindaskrivi. Løgreglan fekk boðini, tí tey fingu fleiri fráboðanir um ein hvøllan brest í miðbýnum í Landskrona. Stutt eftir staðfesti løgreglan, at ein spreinging hevði verið við býráðshúsið. Einki fólk er komið til skaða, men fleiri rútar eru knústir. Løgreglan avbyrgdi í nátt eitt stórt øki kring ráðhúsið, síðani komu bumbuteknikkarar á staðið. Teir tryggjaðu, at fleiri spreingingar ikki vóru, áðrenn kriminalteknikkarar sleppa framat at gera neyðuga arbeiðið. Enn er eingin handtikin í málinum, skriva svenskir miðlar. Í fjør til dømis vóru 30 milliónir krónur í fíggjarlógini. Selt varð fyri 12,8 milliónir. Tríggir bygningar hjá Tekniska skúla í Smiðjugerði í Havn vórðu seldir fyri 12,8 milliónir krónur. Bæði løgtingsgrannskoðararnir og Landsgrannskoðanin hava oftari enn eina ferð gjørt vart við, at sølujáttanin í fíggjarlógini eigur at vera veruleikakend. Tí tekur Samferðslumálaráðið undir við. Í ár eru tó 25 milliónir krónur í fíggjarlógini. Men tað er alt ov nógv, heldur landsstýrismaðurin í samferðslumálum, sum hevur svarað Landsgrannskoðanini. Líkt er til, at politikararnir eru farnir at lurta eftir grannskoðarunum, tí í íløguætlanini fyri 2020 eru bara tíggju milliónir krónur settar av í sølujáttanini. Landsstýrismanninum í samferðslumálum sigur, at landið hevur selt bygningar fyri 8,4 milliónir krónur í miðal seinastu trý árini. Sambært Samferðslumálaráðnum eigur landið 185 bygningar, okkurt um 240.000 fermetrar. Sambært verklagslógini, sum upprunaliga er frá 2007 og fór úr gildi 31. desember 2018, um skúladepilin kundu brúkast í mesta lagi 636,5 milliónir krónur til byggingina. Viðvíkjandi pengunum, sum eru brúktir ov nógv við Marknagil, er eingin viðmerking komin úr Mentamálaráðnum, sigur Landsgrannskoðanin. Frágreiðingin varð latin løgtingsgrannskoðarunum og løgtinginum í apríl 2019. Í ár er Skúladepilin við Marknagil farin upp um 700 milliónir krónur. Hóast verklagslógin um bygning til Sjóvinnustýrið varð samtykt í løgtinginum fyri meira enn einum ári síðani, er byggingin ikki fyrireikað enn. Grundøkið var tó ov lítið, tá avtornaði. Tí er neyðugt at ognartaka ein part hjá grannanum. Vága kommuna er farin undir ognartøkuna. Tekningar og projektering eru neyvt tengdar at staðsetingini, og tí verður ikki stórvegis gjørt við tann partin, fyrr enn vissa er fingin fyri, at landið fær grundøkið. Tað hevur Landsgrannskoðanin fingið at vita úr Uttanríkis og Vinnumálaráðnum. Ætlanin var, at bygningurin skuldi verða liðugur hálvan desember í ár. Landsstýrismaðurin greiddi frá, at Samferðslumálaráðið tekur undir við Landsgrannskoðanini, sum sigur, at sáttmálin, sum Landsverk gjørdi í 2016 um at langtíðarleiga asfaltverkið á Sundi við keypsrætti við sáttmálalok, í veruleikanum er ein fíggjarlig langtíðarleiga. Tí er neyðugt at viðgera málið sum keyp. Leigumálið varð bókað sum keyp, hóast eingin jattan var til keyp. Frá 2016 til 2018 hevur Landsverk goldið 15,8 milliónirkrónur í leigu fyri asfaltverkið. 9,3 milliónir krónur vóru eftir at gjalda í leigu og keypsrætti. Landsverk sigur seg hava fingið ein avsláttur, sum er 500.000 krónur, tí leigan og keypsrætturin vórðu framskundað. Landsverk hevur tí rindað 8,8 milliónir krónur, 9,3 milliónir minus 500.000 krónur, og keypt asfaltverkið. Samferðslumálaráðið gjørdi tá saman við Fíggjarmálaráðnum eina nýggja høvuðskontu Keyp av asfaltverki í landsroknskapinum. Men Landsgrannskoðanin vísti á, at hetta bar ikki til, uttan at løgtingið samtykti tað. Landsgrannskoðanin staðfestir at Landsverk í 2016 gjørdi leigusáttmála um asfaltverkið, sum í veruleikanum var eitt keyp. Og løgtingið hevur ikki góðkent hetta keypið, sigur Landsgrannskoðanin. Men bæði inntøkur og útreiðslur hjá Rúsdrekkasøla landsins eru størri enn tær eru í fíggjarlógini. Í fíggjarlógini fyri 2018 eru inntøkurnar 128,2, tær vóru 136,1 millión. Útreiðslurnar eru 112,2 milliónir, men tá talt varð saman við árslok, vóru útreiðslurnar 120 milliónir krónur. Vinningurin bleiv tí 16,1 millión krónur. Sambært frágreiðingini hjá Landsgrannskoðanini um frávik og nýtslu í 2018 brúkti Sjúkrahúsverkið 3,1 millión krónur meira til serviðgerðir uttanlands enn játtað varð í fíggjarlógini, hóast avmarkingar vóru, so pengar vórðu spardir til sjúklingahotellið í Keymannahavn og á flutningskontuni. Ætlanin var eisini at spara olju, men tann ætlanin lukkaðist ikki heilt. Landssjúkrahúsið vónaði at spara góðar fýra milliónir krónur til orku. Sparingarnar hava ikki eydnast til fulnar. Í ávísum førum hevur heldur ein meirútreiðsla verið til dømis í oljuútreiðslur, tí virksemi er økt oljuprísurin hækkaður. Ruðulleiki valdar á lendingini í Svínoy hvørjaferð Ritan leggur at við ferðafólki og farmi. Einasti avgreiðslumaður hjá Strandferðsluni í oynni er nevniliga sjúkrameldaður, tí starvstreytirnar eru ov strævnar. Útvarpið hevur fyrrapartin roynt at fingið eina viðmerking frá Hilmari Eliasen, stjóra í Stranfaraskipum Landsins, til arbeiðsumstøðurnar hjá avgreiðslumanninum í Svínoy. Landið verjir ikki rættin hjá fólki at ferðast trygt, í mum til hvørji ferðafólkini eru, sigur Ernest Coverson, trygdarleiðari hjá Amnesty við ABC News. Trygdarleiðarin hjá Amnesty mælir fólki til at halda seg burtur frá eitt nú átrúnaðarligum festivalum, skúlum og størri handilsmiðstøðum. Ernest Coverson sigur at viðurskifti sum ætt, fólkaslag, heimland og kynsligur samleiki kunnu hava við sær, at tey ferðandi verða fyri óneyðugum yvirgangi í USA. Spreingievnið, sum varð brúkt, tá ein bumba brast uttan fyri skattadeildina á Eysturbrúgv í Keypmannahavn týskvøldið, var eftir øllum at døma eitt serligt slag av dynamitti. Spreingievnið verður rópt brisant spreingievni. Danska kringvarpið, DR, skrivar, at hetta slag av spreingievni verður brúkt til hernaðarendamál og í byggivinnuni. Mick Stenkjær frá serligu lóðurdeildini í donsku verjuni, sigur við DR, at skaðarnir á bygninginum prógva, at talan ikki var um eina sterka krysantemum bumbu, sum er lættari at fáa hendur á hjá vanligum fólki. Skaðarnir benda á, at talan er um brisant spreingievni, sum krevur spreingiperlu. Danska løgreglan hevur higartil fingið yvir 120 fráboðanir frá fólki í sambandi við spreingingina. Á kontuna avgjald á fiskatilfeingi komu 11,3 milliónir krónur meira enn tær 292 milliónirnar, sum eru í fíggjarlógini. Orsøkin er rætt og slætt fleiri pengar enn mett frá avgjaldi og uppboðssølu. Partafelagsskatturin gav minni enn mett í fjør. Í fíggjarlógini eru 395 milliónir. Men inntøkan var minni enn tað, hon var 12,1 millión minni, tá kommunurnar høvdu fingið sín part. Teir nógvu bilarnir, sum nú eru í Føroyum, síggjast eisini aftur í inntøkunum hjá landskassanum. Skrásetingargjaldið gav 21,2 milliónir meira og vegskatturin 6,5 milliónir meira enn mett í fjør. Fyrsti dagur á Summarfestivalinum gekk sum heild friðaliga fyri seg, sigur vakthavandi á politistøðini. Tó varð eitt harðskapsmál skrásett. Ein maður, sum var ávirkaður, royndi um tvey tíðina í nátt at klúgva upp um gyrðingina inn á festivaløkið, og tá vaktir steðgaðu honum, slóg hann frá sær. Ein vaktur fekk fleiri sløg, áðrenn tað eydnaðist at sissa mannin. Politiið kom síðani eftir honum, og maðurin slapp at gista í klyvanum. Maðurin verður nú skuldsettur fyri at hava framt harðskap. Kommunurnar eru ikki til reiðar við nøkrum tilboðum, sum kunnu lofta teimum familjum, ið koma illa fyri av avgerðini hjá landsstýriskvinnuni í skúlamálum at leingja summarfrítíðina hjá skúlabørnum við einari viku. Vit hava valt at hava kaffiprát, so eg kann hitta øll, sum hava áhuga í savninum og hoyra, hvat tey halda um savnið og fáa nøkur góð hugskot, sigur Karina Lykke Grand. Ætlar at gera Listasavnið sjónligari Fyrst og fremst er ætlanin hjá Karinu Lykke Grand at styrkja savnið, sum ein viðkomandi og sjónligan stovn, ið styrkir kunnleikan til føroyska list fyri eini breiðari fjøld. Harumframt er ætlanin at miðla, hvussu visuella listin gjøgnum tíðirnar hevur spælt ein stóran leiklut í menningini av føroyska samleikanum. Ein kikari er settur upp í Mykinesi, so møguligt er nú at síggja lundan uttan at ganga niður í lundalandið í Lamba og at síggja súluberg uttan at fara út í Hólman. Kikarin er staðsettur á Rógvuni og hevur staðið har eina viku. Sambært Juliannu Klett, sum er limur í Tórshavnar Rotary Klubbi, er hann longu væl brúktur. Bókin Góðanátt og sov væl , hevur verið fyri stórum atfinningum, og í vikuni sendu 723 danskir sálarfrøðingar eitt alment skriv til bókaforlagið Gyldendal, har tey heita á forlagið um at taka bókina av handilshillunum. Bókin gevur foreldrum ráð um, hvussu tey á skjótasta hátt venja børnini við at leggja seg sjálvi at sova. Mælt verður til at brúka tann sonevnda cry out mátan, har ein skal leggja barnið og so fara út úr kamarinum, eisini um barnið grætur. Kathrina L. Holm, sálarfrøðingur vísir á, at mátin kann rigga, men hon mælir staðiliga frá at brúka hann. Hoyr hana greiða frá hví. Átakið eitur Kveik Ung og byggir á tvær verkstovur. Á verkstovuni Kveik Ung fáa ung millum 16 25 ár møguleika fyri at gerast ein Ungdóms Kveikjari. Hetta snýr seg um at læra tey ungu, hvussu tey kunnu ansa eftir og betra um sálarligu heilsuna hjá sær sjálvum, sínum vinum og javnaldrum. Fólkaheilsuráðið fær serstaka vitjan úr Avstralia av stigtakaranum til átakið, Darci Miller, ið fer at standa fyri verkstovunum. Hoyr Moniku Mohr frá Fólkaheilsuráðnum og Darci Miller greiða frá. Sambært McCabe blivu fleiri leiðarar í FBI uppsagdir, tí teir ikki kundu taka undir við øllum tí, sum amerikanski forsetin, Donald Trump, fekst við. Forsetin setti síðani FBI stjóran, Chris Wray, og løgmálaráðharran, Jeff Sessions, at útinna sítt ynski, sigur Andrew McCabe í stevningini. Biðið varð tó ikki um eykajáttan, tí løgtingið kann ikki broyta lógina, so útreiðslurnar eru minni, hevur Landsgrannskoðanin fingið at vita úr Fíggjarmálaráðnum. Størstu frávikini millum játtan og nýtslu í fjør eru hjá tænastufólkum, sum fingu 2,2 milliónir meira í eftirløn enn játtað í fíggjarlógini, og hjá lærarum, sum fingu 3,3 milliónir krónur meira enn játtað í fjør. Alivinnan rindaði minni og fiskivinnan meira í landskassan í fjør, sambært frágreiðingini hjá Landsgrannskoðanini um munin millum játtan og frávik. Í fíggjarlógini eru 395 milliónir. Men inntøkan var minni enn tað, hon var 12,1 millión minni, tá kommunurnar høvdu fingið sín part. Skattalætta til láglønt, minimunsnormeringar á dagsstovnaøkinum og broyting í barsilsskipanini, sum skal geva foreldrum møguleika at vera heima við børnum millum eitt og sjey ár í til samans 50 dagar. Men samstundis skal ábyrgdarfullur fíggjarpolitikkur førast. Í morgun hevði Javnaðarflokkurin tíðindafund, tá løgmaður legði valskránna fram. Stórdystur verður í Djúpumýru í Klaksvík í kvøld, tá KÍ og Víkingur bresta saman. Bæði liðini hava 35 stig, heimaliðið KÍ hevur tó spælt tveir dystir færri enn Víkingur. Sølvi Vatnhamar og Heðin Hansen gjørdu málini fyri Víking, Jóannes Bjartalíð og Deni Pavlovic skoraðu fyri KÍ. Pavlovic verður ikki við í kvøld, tí hann er leikbannaður í seks dystir. Hinir dystirnir í 18. leikumfari verða spældir sunnudagin. Útvarpið sigur frá dystinum millum KÍ og Víking eftir tíðindasendingina klokkan 18. Fámjin er fyrndargomul bygd og fýra bygdagøtur ganga til og úr bygdini. Innasti partur á víkini ver heitið Vatnið. Hildið verður, at hetta hevur verið eitt vatn, og at land hevur verið vestanfyri. Bøurin er víður og nógv verður hoyggjað enn. Oman fyri bygdina liggur Kirkjuvatn, sum var eitt tað besta sílavatnið í Føroyum, aðrenn sjúka kom í. Í seks ár hevur Tjóðhild Patursson verið leiðari á kunningarstovuni í Nólsoy, og hon hevur eisini átti kaffistovuna Gimburlombini. Men nú gevst Tjóðhild Patursson á kunningarstovuni í Nólsoy, og kaffistovan, sum hon hevur átt saman við Barbaru Andreassen, letur aftur. Kaffistovan læt aftur leygardagin, og knningarstovan í Nólsoy letur aftur 31. august. Kunningastovan í Nósloy letur tó upp aftur komandi ár, men ikki í somu hølunum, og tað verður uttan Tjóðhild Patursson. Í 1997 gekk Frítíð og náttúra ein túr saman við Theodor Jacobsen í Fuglafirði um Góðadal og fram á Hellur. Góðidalur er víður dalur, sum horvir í landnyrðing. Dýrastu sendistovurnar eru í Danmark, Russlandi og í Bretlandi og Írlandi. Sendistovan í Moskva kostaði 777.000 krónur meira enn játtað varð til hennara. Í fíggjarlógini eru góðar 2,7 milliónir. Í roknskapinum fyri 2018 standa góðar 3,5 milliónir krónur. Sendistovan í London kostaði slakar 3,5 milliónir krónur í fjør, 445.000 krónur meira enn játtað var til hennara. Sendistovan í Keypmannahavn kostaði eitt sindur meira enn tann í London. Sendistovan í Keypmannahavn kostaði góðar 3,6 milliónir krónur í fjør, og tá kostaði hon 92.000 krónur minni enn ætlað. Í frágreiðingini hjá Landsgrannskoðanini um munin millum frávik og nýtslu í fjør stendur, at bústaðir, lønir og flutningur kostaðu meira enn mett. Uttanríkisráðið upplýsir, at mett varð, at játtanin fór at halda. Tann vissan var so stór, at játtanin varð lækkað í september í fjør. 250.000 krónur vórðu fluttar av henni til arbeiðið hjá ÍSF at tryggja Føroyum sjálvstøðugan limaskap í IOC, altjóða olympisku nevndini. Sætta føroyska sendistovan, tann í Beijing í Kina, skuldi lata upp 1. august. Fyrsti føroyski sendimaðurin í Kina verður Sigmundur Ísfeld. Ein maður gekk seg í nátt fastan á Háfjalli, sunnan fyri Klaksvík. Norðoya bjargingarfelag fekk mannin, sum er føroyingur, niður á slætt aftur. Tað var ein løgreglustøð í nærumhvørvinum í á Nørrebrúgv, sum var rakt nakað yvir klokkan 03 í nátt. Eingin var í bygninginum, tá spreingingin hendi, og eingin er komin til skaða av hendingini.preingingin oyðilegðu ein stóran part av fasaduni av bygninginum. Tað er enn ov tíðliga at siga, um samanhangur er millum spreingingina týsdagin og spreingingina í dag, segði Jørgen Bergen Skov á tíðindafundinum í morgun. Fyribilskanningar benda á, at talan var um ídnaðarligt spreingievni, sum varð brúkt, tá ein spreinging var beint uttanfyri Skattastýrið á Østerbro í Keypmannahavn. Sambært chefpolitiinspektørinum hjá løgregluni í Keypmannahavn, hann eitur Jørgen Bergen Skov, varð spreingievnið sett umleið 60 sentimetrar frá høvuðsinngongini til Skattastýrið. Hann sigur somuleiðis við danskar miðlar, at tey taka málið í størsta álvara og hava fleiri ítøkilig spor, sum tey arbeiða við, men hann fær ikki farið í smálutir við hesum. Politiið vil somuleiðis í samband við øll, sum hava verið í økinum í nátt baði íbúgvar, sum møguliga eru vaknaðir av brakinum, og onnur, sum hava verið nærhendis. Mikudagin legði Miðflokkurin fram sína valskrá. Flokkurin skjýtir upp, at leingja barsilsfarloyvið við 25 vikum, sum skulu kunna brúkast yvir 50 vikur tað vil siga, at man til dømis kann arbeiða hálva tíð. Haraftrat skal útgjaldið broytast soleiðis at øll hava rætt til minst 10.000 krónur uttan mun til hvørja inntøku tey hava havt áðrenn, og hámarkið skal hækkast, soleiðis at tú kanst fáa upp til 35.000 krónur. Eisini Javnaðarflokkurin lovar longri barsil til foreldur. Javnaðarflokkurin vil hava barsilin úr 48 upp í 50 vikur haraftrat skulu foreldur fáa umsorganardagar til barnið er 7 ár. Umsorganardagarnir eru 50 í alt, frá at foreldrini eru farin aftur til arbeiðis, til barnið fyllir 7 ár. Javnaðarflokkurin vil haraftrat hækka inngjaldið til barsilsskipanina úr 0,71 prosentum til 0,8 prosent. Barsilsfarloyvið er í hesum valskeiðinum longt úr 38 upp í 48 vikur. Súkklan er eyðkend, tí hon hevur hvítt róður og hvítt setur, annars er hon svørt. Ein slík kappkoyringarsúkkla er dýr, hon kostar yvir 20.000 krónur. Nakrir lættir stólar eru eisini stolnir, men annars er einki horvið úr bátinum. Stuttleikabáturin er ikki komin á Summarfestivalin, tí hann er skrásettur í Klaksvik. Ferðavinnan er nógv broytt, og snýr seg í stóran mun um upplivingar í dag. Veiðitúrar eru millum sera vælumtøktu átøkini, men í vinnuni eru nøkur, ið ikki halda lógirnar. Hetta er búskaparlig og umhvørvislig lógarbrot, og hetta skal steðgast, sigur fiskimálaráðharrin, sum á heimasíðuni hjá fiskimálaráðnum er endurgivin soleiðis Vit vilja hava fleiri ferðafólk til Noregs, men vit mugu eisini verja fiskatilfeingið og tey, sum liva av fiskinum, sigur norski fiskimálaráðharrin, Harald T. Nesvik. Vit kunnu ikki góðataka, at ferðafólk koma henda vegin við tí eina endamáli at smugla so nógvan fisk, sum gjørligt um landamarkið tey eru ikki vælkomin her. Eg gerist somuleiðis óður, tá eg hoyri, at hesi bara taka besta fongin og blaka restina út aftur, sigur fiskimálaráðharrin á heimasíðuni hjá fiskimálaráðnum. Fyri at steðga ólógliga partinum av fiskiskapinum í ferðavinnuni, eru reglurnar herdar og bótin tvífaldað, verður tú tikin fyri at bróta lógina. Eftirlitið er hert, og tað hevur ført við sær, at fleiri verða avdúkað. Hesi átøk kunnu tí ikki standa einsamøll, sigur fiskimálaráðharrin, sum vil hava, at ferðavinnan samstarvar við myndugleikunum fyri, at steðga ólógliga fiskiskapinum. Útlendsk ferðafólk fiska eisini í Føroyum. Fiskimálaráðið skrivaði 18. juni út fýra loyvi til ferðavinnufiskiskap. Loyvini eru galdandi til 30. september. Fiskimálaráðið sigur seg arbeiða við at orða eina kunngerð um fiskiskap í føroyskum sjógvi í samband við ferðavinnu. Útlendsk ferðafólk kunnu hava við við sær 40 kilo av fiski, tá tey fara av landinum. Tá er talan um runda vekt. Føroyska sendistovan í Beijing, sum skuldi lata upp 1. august, er ikki latin upp enn. Men tað verður um ikki so langa tíð. Væntandi letur sendistovan formliga upp í september. Sendimaðurin, Sigmundur Ísfeld, fer úr Keypmannahavn til Beijing í morgin. Hann er so líðandi byrjaður at arbeiða sum føroyskur sendimaður í Fjareystri. Men hølisviðurskiftini eru ikki rættiliga komin í lag enn. Sum er er ikki pláss fyri føroysku sendistovuni í donsku sendistovuni í Beijing. Men arbeitt verður við tí. Allir formalitetir eru heldur ikki avgreiddir enn. Í fyrsta umfari fær føroyski sendimaðurin eitt borð á donsku sendistovuni. Føroyska sendistovan í Beijing verður á sama stað sum tann danska. Tríggjar milliónir krónur eru í fíggjarlógini 2019 til føroyska sendistovu í Fjareystri. Í fíggjarlógini stendur, at áhugin fyri at flyta út alilaks og annan fisk til londini í fjareystri er vaksandi. Útflutningurin til Kina er fleirfaldaður seinnu árini, men áhugi tykist eisini vera fyri marknaðum í londum sum Suður Korea og Japan. Yvirskipað er endamálið við uppskotinum um fíggjarlóg í Grønlandi í 2020 at fáa fleiri í arbeiði, sleppa av við fløskuhálsarnar í útbúgvingarskipanini og minka sosialu trupulleikarnar. Okkurt óvanligt uppskot er. Millum annað ætlar landsstýrið at geva kommunum færri pengar, um úrslitini eru ikki nóg góð í fólkaskúlanum. Landsstýrið boðar frá, at sum frá líður verður væntandi neyðugt at strika onkrar viðgerðir, men hvørjar, tær eru, sigur landsstýrið tó ikki. Tað er heilt burturvið, at kanningin Rumenar á loftinum rør framundir, at skipað lønardumping gongur fyri seg í sambandi við viðurskiftini hjá útlendingum á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Formaðurin í Havnar arbeiðarafelag, Hans Joensen, er í øðini um kanningina, sum eftir hansara tykki er eitt álop á Havnar arbeiðarafelag. Tað sigur Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum, sum er eitt av teimum 13 fakfeløgunum, sum standa aftanfyri kanningina, Rumenar á loftinum Løgreglan heitti fyrr í dag á fólk, sum vóru í økinum um hetta mundið, um at venda sær til politiið. 52 fólk hava higartil sett seg í samband við løgregluna, skrivar dr.dk Men nú sóknast løgreglan eftir einstaklingum, sum tey fegin frætta frá. Talan er um tveir bilførarar og tvey á súklu, sum koyrdu framvið stutt áðrenn spreingingina. Haraftrat vil løgreglan fegin í samband við eitt fólk í ljósum skóm, sum sambært teimum stutt áðrenn hendingina kom gangandi eftir Tagensvej ímóti staðnum har spreingingin hendi, men vendur við og rennur hinvegin aftur, tá viðkomandi fær eyga á ein posa, sum stendir uttanfyri bygningin. Fyrr í dag almannakunngjørdi løgreglan myndir, sum møguliga vóru av brotsmanninum, og seinnapartin eru fleiri myndir sendar í umferð. Maðurin á myndini, sum møguliga er gerningsmaðurin, er millum 15 og 25 ár, 170 180 sentimetrar høgur og vanliga bygdur. Hann er í svørtum klæðum og svørtum skóm á myndunum. Løgreglan vil enn ikki siga, um nakað samband kann vera við spreingingina uttan fyri Skattastýrið í Keypmannahavn, sum var týskvøldið. Minst 30 fólk eru deyð og fleiri enn ein millión fólk eru burturflutt orsakað av tropisku ódnini Lekima, sum rakti Kina leygardagin. Tropiska ódnin Lekima rakti býin Wenling, sum liggur millum Taiwan og Shanghai, tíðliga leygardagin. Tá ið ódnin rakti býin Wenzhou, elvdi hon til omanlop og vatnflóð. Myndugleikarnir í Kina hava burturflutt fleiri enn eina millión fólk, 30 fólk eru deyð og 18 eru burtur. Tað skrivar tíðindastovan hjá Reuters. Sambært BBC hava myndugleikarnir úr at gera við at bjarga bilførarum av vegum, sum eru undir í vatni, og at leita eftir fólki í illa farnum bygningum ymsa staðni. Koppað trø og streymslit eru allastaðni í økinum. Uppskot um fíggjarlóg fyri 2020 í Grønlandi er gjørt. Sambært tí verður heildarveitingin úr Danmark tríggjar milliardir og 911 milliónir krónur næsta ár. Landsstýrið fær tríggjar milliardir og 204 milliónir í skatti og avgjøldum. Munurin er 707 milliónir krónur. Harafturat hevur landstingið álagt landsstýrinum at biðja Danmark um hjálp til almannamálini í Grønlandi. Í uppskotinum hjá landsstýrinum verða 6,6 milliónir krónur í vinningi í grønlendsku fíggjarlógini næsta ár. Í Grønlandi er sama gongd sum í Føroyum. Fólkapensjónistarnir gerast fleiri og færri fólk arbeiða. Yvirskipað er endamálið við uppskotinum um fíggjarlóg í Grønlandi í 2020 at fáa fleiri í arbeiði, sleppa av við fløskuhálsarnar í útbúgvingarskipanini og minka sosialu trupulleikarnar. Okkurt óvanligt uppskot er. Millum annað ætlar landsstýrið at geva kommunum færri pengar, um úrslitini eru ikki nóg góð í fólkaskúlanum. Heilsuverkið kostar nógv, eisini í Grønlandi, millum annað viðgerðir í øðrum londum. Landsstýrið boðar frá, at sum frá líður verður væntandi neyðugt at strika onkrar viðgerðir, men hvørjar, tær eru, sigur landsstýrið tó ikki. Tveir trolbátar royna norðanfyri, eisini teir fiska mest tosk og hýsu. Væntandi fara nógvir trolbátar á landleiðina fyrst í næstu viku. Trý garnaskip fiska svartkalva. Tað er alt sum bendir á, at ein kjarnorkuvanlukka á einum hernaðarligum royndarøki í Norðurrusslandi kann hava elvt til geislavirknað dálking í tveimum býum við Hvítahavið, sum liggur við Kolahálvoynna. Í teimum báðum býunum, Severodvinsk og Arkhangelsk, hevur verið gravgangur eftir jodi, sum kann minka um ávirkanina av gesilavirknari stráling, sum brádliga tók seg upp í økinum. Strálingin var tjúgu ferðir hægri enn hægst loyvda virði. Russiska verjumálaráðið viðgongur, at ein vanlukka er hend í umráðnum, tá ein rakett sprongdist, og at eitt umráði í Hvítahavinum er stongt fyri allari skipaferðslu í ein mánað. Hóast hetta siga myndugleikarnir, at eingin dálking stóðst av óhappinum og at eingin geislavirkin dálking er staðfest, men teir koma ikki við nakrari frágreiðing um, hví geislavirkin dálking kundi staðfestast í teimum báðum býunum. Í umráðnum eru rakettroyndarøki, har millum annað nýggjasta russiska rakettin, Tsirkon, verður roynd og í Severodvinsk er ein skipasmiðja, sum byggir kjarnrokuriknar kavbátar. Eitt skotálop var í einari mosku í Bærum í Noregi í gjár eitt fólk kom til skaða. Løgreglan handtók stutt eftir ein hvítan, ungan mann. Maðurin býr í nærumhvørvinum, og hann hevur eftir øllum at døma havt tilknýti til ein bústað í Bærum seinastu árini, har løgreglan fór inn seint í gjárkvøldið og fann eina deyða kvinnu. Maðurin er nú ákærdur fyri at hava dripið kvinnuna, umframt drápsroyndina í moskuni í Bærum. Ákærdi maðurin og deyða kvinnan, sum sigst vera ung, eru skyldfólk. Ákærdi maðurin vildi ikki geva nakra frágreiðing, tá hann varð avhoyrdur í nátt. Hann hevur tískil heldur ikki játtað ella noktað seg sekan. Maðurin er høgravíðgongdur, og løgreglan hevur funnið fleiri upplegg á netinum, har maðurin millum annað gleðist um álopini í Christchurch, El Paso og San Diego. Moskur og løgregla kring alt landið eru biðin at seta fyribyrgjandi arbeiði í verk í sambandi við eid hátíðarhaldið í dag, men fyribils eru ongar hóttanir, sigur løgreglan. Túsundtals fólk savnaðust aftur um vikuskiftið í Hong Kong at mótmæla, at løgreglan bannar mótmælisgongum, sum annars hava verið hvørt vikuskifti síðani juni mánað. Mótmælini hava verið ymsa staðni í Hong Kong um vikuskiftið, millum annað á flogvøllinum, uttanfyri løgreglustøðina og í Victoria Park. Túsundtalsfólk savnast, eisini eldri fólk og barnafamiljur. Mótmælisfólkini krevja, at myndugleikarnir lurta eftir teimum og mótmæla harðskapi frá løgregluni. Tað skrivar Reuters. Mótmælini byrjaðu, tí forsetin í Hong Kong, Carrie Lam, kom við einum lógaruppskoti, sum loyvir útflýggjan av brotsmonnum til meginlandið í Kina. Uppskotið varð seinni tikið aftur, tí fólk hava verið óð um lógaruppskotið, og tað hevur elvt til størstu og harðligastu mótmælini í fleiri áratíggju. Løgreglan hevur nú bannað mótmælisgongum, sum hava verið hvørt vikuskifti síðani juni mánað, men tað forðar ikki fólkunum í at mótmæla. Mótmælisfólkini fóru aftur út í gøturnar í Hong Kong um vikuskiftið, og løgreglan hevur tí brúkt táragass og handtikið fleiri fólk. Tilsamans 600 fólk eru handtikin síðani mótmælisgongurnar byrjaðu. Hendan Vælgagnist sendingin var fyrstu ferð at hoyra í Útvarpinum 30. mars í 1992. Øll, sum smakkaðu knettini hjá Lenu Johansen úti á Reyni í Havn, vóru á einum máli um, at tey vóru serliga leskilig. Hon hevur funnið fram til sína egnu uppskrivt. Og maðurin John S. Johansen skrædlar seiðin á sín egna hátt. Í dag skipar umhvørvisfelagsskapurin Ringrás fyri rudding í Tjørnunesgjógv við Velbastað. Ringrás hevur ruddað Tjørnunesgjógv einaferð fyrr, tað var 10. september í fjør. Nú hava tey kannað økið aftur, og nokk av ruski hevur hópað seg upp aftur. Tað sermerkta við ruddingini í Tjørnunesgjógv hesaferð er, at danska DR verður við. Tey fara at gera sjónvarpsupptøkur, meðan ruddað verður, sum verða partur av einari sending um Føroyar. Ingmar Valdermarson á Løgmansbø er ein stigtakarunum til Ringrás. Hann heldur, at júst túrurin í Tjørnunesgjógv er góður at dokumentera, tí tað ikki eingongd er eitt ár liðið, síðani tey ruddaðu har seinast. Tískil kann Ingmar vísa á, hvussu nógv dálking fer fram innan so stutta tíð. Ruddingin verður heldur ikki nógv øðrvísi, hóast eitt upptøkulið frá Danmarks Radio verður við, men tað fer kanska við eitt sindur av tíð. Ruddingin í ár er ikki eins umfatandi og í fjør, tí tá hevði órudd hópað seg upp í gjónni so leingi. Tey verða eini 10 12 fólk, men fleiri eru vælkomin at tekna seg inni á facebooksíðuni hjá Ringrás. Fíggjarnevndin í Grønlandi vil hava meira at vita um avtaluna, sum Kal aal lit Airports og Munck samtakið hava gjørt. Fær nevndin ikki tað, vil hon hava undirskrivingina steðgaða, skrivar KNR. Flokkurin Siumut vil hava meira at vita um avtaluna um byggingina, sum Munck samtakið skal gera. Siumut hevur tríggjar limir í fíggjarnevndini. Í nevndini eru sjey fólk. Meirilutin í nevndini vil hava byggisáttmálan útsettan, tí fíggjarliga grundarlagið er ov veikt til at skriva undir. Trý tilboð komu upp á at byggja flogvøllirnar í Grønlandi. Hini vóru úr Hollandi og Kanada. Sáttmálin skuldi annars undirskrivast í morgin. Nógv politisk umrøða var um flogvallarbyggingina í Grønlandi. Fíggingin fekk danir at rópa varskó, tí kinesarar buðu sær til bæði at byggja og fíggja flogvøllirnar í Grønlandi. Fyrst í juni boðaði kinesiska statsfyritøkan CCCC, sum var millum tey undangóðkendu, frá, at hon bjóðaði ikki upp á flogvøllirnar í Grønlandi. Fleiri enn 1.000 fólk eru nú flutt burtur frá nøkrum smábýum, sum liggja nær við skógareldin á Gran Canaria. Umleið 10 sløkkiliðsflogfør eru í ferð við at sløkkja skógareldin, sum hevur breitt seg á oynni. Fólk her eru eitt sindur bangin tey, sum hava við skógareldin at gera. Einir 200 brandmenn og onkur fra spanska herinum, sigur Jákup Magnussen, sum í løtuni ferðast á Gran Canaria. Eldurin kemur helst av neistum frá loddibolti. Av tí, at har er turt, hevur eldurin spjatt seg skjótt. Nógvur vindur hevur eisini havt við sær, at eldurin er spjaddur skjótt og víða. Sløkkiliðið á oynni skrivar á Twitter, at tey eru ovfarin av stóra eldinum. Umleið 120 sløkkiliðsfólk royna í løtuni at sløkkja skógareldin. Sjálvt um eingin er deyður av eldinum ella komin álvarsliga til skaða, so spjaðir eldurin seg skjótt, og fleiri enn 1.000 fólk eru nú flutt burtur frá nøkrum smábýum. Støðan er tann sama. Tamarhald er ikki á eldinum enn, og veðurstovan væntar heldur ikki, at hetta verður í bræði, tí sagt verður frá nógvum vindi, sigur Jákup Magnussen. Sjálvt um støðan er hættislig, er tað ikki óvanligt við skógareldi á sponsku oynni. Í 2016 var eisini stórur skógareldur á Gran Canaria. Skógareldurin er vaksin til umleið 10 ferkilometrar. Hetta svarar til umleið 10.000 fótbóltsstadion, segði Jákup Magnussen, tá útvarpið tosaði við hann í gjárkvøldið. Í síni grundgeving, sigur Boris Johnson, at bretskir borgarar ikki hava nóg stórt álit á skipanina í landinum, og tí er umráðandi, at revsingin hóskar til brotsverkið. Vit vita øll um brotsmenn, sum antin hava neyðtikið ella dripið, sum sleppa ov tíðliga út úr fongslinum, sigur hann og vísir á, at hetta ikki kann halda fram. Síðani Boris Johnson tók við sum bretskur forsætisráðharri hava evni sum log og revsing fylt nógv. Men hann hevur bert ein lítlan meiriluta í bretska tinginum, so tað er ikki vist, at hansara ætlanir verða samtyktar. Hetta er millum mongu spurningarnar, sum vera viðgjørdir í hesi samrøðuni millum Helenu Dam á Neystabø úr Javnaðarflokkinum og Jóan Magnus Rasmussen úr Fólkaflokkinum, sum ikki stilla upp aftur á løgtingsvalinum, sum verður um knappar tríggjar vikur. Tey hava hvør sína orsøk at velja landspolitikkin frá. Helena ætlar at brúka tíðina til onnur ting. Jóan Magnus gevur pláss fyri beiggja sínum og fer aftur at virka sum stjóri. Tað er av týdningi at læra børnini um ferðslu og venja leiðina við børnunum, serliga við børnum, sum skulu í skúla fyri fyrstu ferð. Tað sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd, sum hevur gjørt eina vegleiðing til foreldur og børn. Búnaðarstovan skal umsita pengarnar, 1,65 milliónir krónur, sum Partafelagið Eystur og Sandoyartunlar skal rinda fyri at sleppa at tyrva grót á festinum hjá Djóna Zakarisi Frýdal á Velbastað. Fyri at sleppa at leggja grótið í festinum hjá Djóna Zakarisi Frýdal og gera maskinbø niðanfyri vegin, fær Búnaðarstovan 1,65 milliónir krónur frá Partafelagnum Eystur og Sandoyartunlar. Vaksandi talið av tilflytaranæmingum leggur stórt trýst á fólkaskúlan, tí eingin ætlan finst fyri, hvussu fólkaskúlin loftar hesum næmingum. Tað heldur Tórhallur við Gil, nevndarlimur í Føroya Lærarafelag. Nógv fleiri næmingar av fremmandum uppruna eru seinastu árini komin í fólkaskúlin, og tíðin er komin at gera eina greiða ætlan fyri tilflytaranæmingar. Tórhallur við Gil, nevndarlimur í Føroya Lærarafelag, eftirlýsir eina yvirskipaða ætlan og betri tilfar til næmingar við útlendskum uppruna. Seinastu árini hevur Russland verið ein týðandi útflutningsmarknaður fyri føroyskan laks, men nú arbeiða russar við fleiri verkætlanum, til tess at ala laks á landi, skrivar NRK. Sum aftursvar til revsitiltøkini hjá ES og USA í kjalarvørrinum av stríðnum um Krim hálvoynna í 2014, valdi Russland at banna innflutningin av sjógæti úr ES og Noreg. Føroyar vóru tó ikki umfataðar av hesum, og hava havt ein munandi útflutning av millum øðrum laksi til Russlands síðan tá. Nú verður nógv lagt fyri til tess at menna egna framleiðslu í Russlandi, og hetta skal í stóran mun gerast á landi. Russiska fiskimálaráðið hevur sett sær sum mál, at Russland skal framleiða 185.000 tons av laksi um árið innan 2030, og hetta skal eisini gerast á støðum, sum ikki hava atgongd til sjógv. Umboð fyri Sjømat Norge, sum er landsfelagið fyri fiski og alivinnuna í Noreg, siga, at hóast Russland nú fer at ala meira, so verður Russland tó enn ein áhugaverdur marknaður til laksaútflutning. Í fjør útfluttu Føroyar um 21.000 tons av laksi til Russlands, ið svaraði til 35 prosent av samlaða laksaútflutninginum. Hetta var samstundis størsti útflutningsmarknaður fyri laks. Á øðrum plássi var útflutningurin til ES, sum lá um 28 prosent. Uppteljingin hjá ALS vísir, at 38 prosent hava eina yrkisútbúgving, til dømis í skrivstovu ella í handverki ella styttri útbúgvingar í heilsurøkt. 21 prosent hava hægri útbúgving. Lærarar og námsfrøðingar telja við her. Átta prosent hava útbúgving á kandidatstigi ella masterstigi. Okkara samfelag er væl fyri, tí ræður ikki um at rena alt um koll við grammleika ella politiskari líkasælu og ábyrgdarleysum vallyftum. Talan er tó ikki um nakra almenna vitjan, tí krúnprinsurin er í Føroyum í sambandi við upptøkurnar til eina dokumentarsjónvarpsrøð, sum DR ger um ríkisfelagsskapin. Kringvarpið skilir, at krúnprinsurin millum annað skal út at fiska saman við Mortani Johannesen, útróðrarmanni. Talan er um tveir dokumentarfilmar, ið skulu gerast ein í Føroyum og ein í Grønlandi. Kringvarpið skilir eisini, at filmarnir taka støði í tí modernaða samfelagnum, her serligur dentur verður lagdur á ungdómin. Væntandi verða dokumentarfilmarnir vístir í DR innan eitt ár. Hetta er onnur vitjanin hjá Fríðriki krúnprinsi í Føroyum í summar. Í juni vitjaði krúnprinsurin í Klaksvík, tá skipað varð fyri Royal Run í býnum. Tað er ikki óvanligt, at toskur og smáfiskur hevur seiðalús, men í hesum førinum er nøgdin av lús sera stór, sigur ein fiskifrøðingur á Havstovuni. Endamálið við varnaranum, sum fyritøkan TechCare hevur ment, er at fyribyrgja, at áhjálpin liggja ov leingi, áðrenn hjálpin kemur. Føroyar eiga at brynja seg fíggjarliga í góðum tíðum, og ein verkætlan um máltøkni, sum er ein samanrenning millum málfrøði og teldufrøði, skal setast í verk. Tvey fólk, sum dagliga selja og keypa gamlar lutir, fáa 10.000 krónur í part at handla fyri. Seinni verða lutirnir mettir av serkønum, og dagsins vinnari er tann, sum fær hægstu meting. Kvinnan var farin í Ormadal ein túr saman við einum øðrum, men var óheppin, at fáa somikið av skaða í beinið, at hon ikki fekk gingið. Tað gekk skjótt, at fáa kvinnuna á Landssjúkrahúsið. Longu ein tíma eftir, at fráboðanin kom til MRCC Tórshavn, setti tyrlan seg við kvinnuni við Landssjúkrahúsið. Hetta, at grind er farin at gera sjálvbodna landgongd, hevur fingið íslendsku matvørumyndugleikarnar at gera vart við føroyska tilmælið um at eta sum minst av tvøsti og spiki. Íslendsku matvørumyndugleikarnir hava spurt Heilsufrøðiligu starvsstovuna og haðani eru ráðini tey, at vaksin fólk eiga at eta tvøst og spik í mesta lagi eina ferð um mánaðin. Tá er roknað við 250 grammum av tvøsti og 50 grammum av spiki. Tí kyksilvur, dioxin og PCB, sum líkist dioxini, eru í grind. Íslendingar eta ikki grind, men føroyingar, sum búgva í Íslandi, hava onkuntíð skorið upp grind har. Føroysku ráðini, sum nú eisini eru galdandi í Íslandi, eru eisini tey, at kvinnur, sum ætla sær at gerast við barn næstu tríggjar mánaðirnar, sum eru við barn ella hava bróstabarn, eiga ikki at eta tvøst. Matvørumyndugleikarnir í Íslandi gera vart við hesi ráðini nú, tí teir hava fingið fyrispurningar um grind kann etast, nú hvalir gera landgongd. Kanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Portal.fo, vísir, at sløk 40 prosent av teimum spurdu halda, at Aksel V. Johannesen er best skikkaður, at vera løgmaður í Føroyum. Spyr.fo spurdi Hvør skal vera løgmaður 37,7 prosent svaraðu Aksel V. Johannesen. Kanningin varð gjørd 8. august. Stutt fyri ólavsøku spurdi Spyr.fo sama spurning. Stutt fyri ólavsøku svaraðu 30,8 prosent Aksel V. Johannesen, sum altso nú fær stuðul frá sløkum sjey prosentstum fleiri enn undan ólavsøku. Jørgen Niclasen eru tað 15,5 prosent, ið vilja hava sum løgmann, og tíggju prosent vilja hava Høgna Hoydal sum løgmann. 500 fólk eru spurd í kanningini. Fyri fyrstu ferð sær út til, at eitt koppingarevni ímóti kynssjúkuni, klamydia, riggar uppá menniskju. Tær royndir, sum higartil eru gjørdar, hava ikki givið góð úrslit. Men sambært TV2 vísir ein nýggj donsk kanning, sum er gjørd í London, har 35 bretskar kvinnur hava verið koppsettar, at koppingarevnið eisini riggar uppá menniskju. Frank Follmann, granskari, sum í dag leggur fram kanningarúrslitini í viðurkenda læknatíðarritinum, The Lancet Infectious Diseases, sigur, at talan er um eitt gjøgnumbrot í strembanini eftir, at fáa billbukt á hesi útbreiddu kynssjúku. Nýggjastu tøluni fyri kynssjúkur í Føroyum eru frá 2017. Tað árið skrásetti Landslæknin 261 tilburðir av klamydia her heima í Føroyum. Kvinnuhúsið fær 1.365.000 krónur árliga av fíggjarlógini at virka fyri. Tørvur er á fleiri arbeiðstímum, nýggjari hølum at húsast í og harvið størri fígging, sigur Elin Reinert Planck, leiðari. Kvinnuhúsið lat upp í 1990. Í 1994 kom Elin í starv í Kvinnuhúsinum og longu árið eftir varð hon sett sum leiðari. Elin hevur verið har síðani. Heldur tú, at fáar vespur hava verið at sæð í summar, so hevur tú helst eisini rætt í tí. Tað hava verið færri vespur, at síggja í summar, sigur fuglafrøðingur. Ilt er at siga júst, hvørji viðurskifti gera, at støðan í ár er, sum hon er, men orsøkin til, at færri vespur síggjast, kann hava við veðrið at gera, sigur fuglafrøðingurin við útvarpið. Ábendingar eru um, at færri vespudrotningar yvirlivdu heystið og veturin enn vanligt. Heilt niður í eitt prosent heldur enn fimm prosent, sum vanliga verður mett yvirlivdu, sigur hann. Tað er tó ov tíðliga at fegnast hjá teimum, sum ikki leggja so nógv í vespurnar, hóast færri síggjast nú, tí vespurnar koma aftur í næsta ár. Hetta sigur Jens Kjeld Jensen í samrøðu við útvarpið. Vespurnar komu til Føroyar í 1999, sambært vísindablaðnum, Frøði. Tey fyrstu árini vóru tær bara í Havn, men tær hava síðani tá spjatt seg til aðrastaðni í landinum. Flóvin hevur sjálvur skrivað tónleikin, meðan Lena Anderssen eigur orðini saman við Flóvin. Tað er Niclas Johannesen, ið hevur framleitt lagið, og Óli Poulsen hevur ljóðblandað. Seinastu árini hevur ikki verið nógv at hoyrt til Flóvin, men hann hevur skrivað nógvan tónleik og arbeiðir nú við at innspæla nøkur útvald løg. When I Was A Kid er tað fyrsta í røðini, og talan er um ein sang, ið tekstliga leitar aftur til barnaárini og hugríka heimin hjá einum spælandi barni, har møguleikarnir eru endaleysir og tú ert kongur í tínum egna sandslotti. Umframt Flowin sjálvan, ið syngur og spælir akkustiskan guitara, syngja Lena Anderssen og partamaðurin frá Deja Vu døgunum Líggjas Olsen kór við á lagnum. Niclas Johannesen spælir akkustiskan guitar, el guitar og synth, Óli Poulsen spælir bass og Matt Chamberlain spælir trummur. Yvir hundrað fólk hava brúkt portrið í Saksun fyrstu vikuna fyri at sleppa oman á Lógv, sigur festarin, Andr Kruse, sum hevur sett upp portrið. Gjaldið fyri at sleppa gjøgnum portrið er 75 krónur. Tað er fyri øll, eisini fyri føroyingar. Har ber bara til at gjalda við korti. Eingin hevur kært ella meldað avgerðina um at seta upp portrið og taka pengar fyri at geva fólki atgongd til hagan, sigur festarin. Hann sigur seg vóna, at poltikararnir skjótt gera reglur um, hvussu ferðafólk og onnur, sum ferðast í haganum og, har sum landbúnaður er, eiga at bera seg at. Familjan og vinnan verða raðfest fremst av Fólkaflokkinum, ið vil gera tað gjørligt, at verða meira heima við barninum eftir at barsilsfarloyvið er liðugt. Fólkaskúlin verður detailstýrdur úr Mentanarmálaráðinum. Tað kemur ofta fyri, at landsstýrisfólk í Mentanarmálum nú skúlamálum, gera ítøkiligar broytingar í folkaskúlanum við kunngerð. Eftirspurningurin eftir laksi veksur nevniliga eins skjótt og framleiðslan. Russland hevur í fleiri ár verið størsti útflutningsmarknaður fyri føroyskan alilaks. Men skjøtil er nú settur á eina verkætlan, ið skal økja um laksaframleiðsluna í Russlandi, og hetta skal gerast, við at menna alingina á sjógvi, men eisini á landi. Útvarpið bar í gjár tíðindini um, at Russland áðrenn 2030 ætlar at framleiða umleið 180.000 tons av laksi árliga. Hetta svarar til umleið tríggjar ferðir samlaðu føroysku framleiðsluna í 2018. Niels Winther, ráðgevi hjá Havbúnaðarfelagnum, sigur, at í løtuni eru enn bæði kostnaðarligar og lívfrøðiligar avbjóðingar við at ala á landi, heilt til laksurin er klárur til tøku. Tó eru fleiri verkætlanir, eitt nú í Florida í USA, sum væntast at senda laks á marknaðin í næstum, sum ongantíð hevur svomið í havinum. Avbjóðingin er framhaldandi at vera kappingarfør við góðsku og prísi sigur Niels Winther, men aling á landi, nærri at marknaðinum, kann sjálvandi hava fyrimunir við sær, tí flutningskostnaðurin minkar. Atli Gregersen, stjóri í alifyritøkuni Luna, heldur ikki at tað er nøkur stórhending, at tað nú verður alt á landi í Russlandi, tí tað er einans eitt kappingarøkið aftrat ímillum fleiri onnur. Hann sigur, at stuttskykt hevur tað lítið at siga, men yvir longri tíð mugu bæði vinna og mynduleikar gera sítt ítarsta til at vera kappingarfør. So leingi vit eru kappingarfør í Føroyum, er nýggj kapping úr Russlandi ikki nakað at óttast, sigur Atli Gregersen, sum er stjóri í alifyritøkuni Luna. Hetta skrivar DR á heimasíðuni. Eldur hevur herjað síðan fyrst í juli, og grønlendska landsstýrið varð herfyri noytt at biðja Danmark um hjálp. Tey 38 donsku sløkkiliðsfólkini skulu hjálpa lokalu sløkkiliðunum at basa eldinum, sum brennur undir jørð á torvheiðunum millum Sisimiut og Kangerlussuaq í Vesturgrønlandi. Vit hava eitt serligt samband í ríkisfelagsskapinum. Tí er tað ein sjálvfylgja, at eg lurti eyka væl eftir, tá ein áheitan um hjálp kemur úr Grønlandi, sigur Trine Bramsen. Sambært Jens Oddershede, leiðara fyri altjóða tilbúgvingini hjá danska Beredskabsstyrelsen, verður uppgávan hjá donsku sløkkiliðsfólkunum at byrgja eldin inni, so hann ikki spjaðir seg meira. Um eldurin ikki verður innibyrgdur, so kann hann hava vetrarsetu og brenna í mánaðir ella ár og harvið fáa álvarsligar avleiðingar fyri fólk, náttúru og djóralív. Er hetta ein trupulleiki, og um so er hvat skal so gerast Tað skiftu Jógvan Jallur í Dímum, lesandi, og Marna Jakobsen, forkvinna í Demokratia, orð um. Av tí at tað framvegis er ókeypis at ganga í náttúruni í Gásadali, samstundis sum gjøld verða løgd á aðrastaðni í landinum, er ferðafólkatrýstið á Gásadal vaksið nógv í seinastuni. Fólkaflokkurin fer at leggja dent á, at familjurnar í Føriyum skulu fáa betri umstøður, og lág og miðallønt skulu gjalda 30 prosent í skatti. Næsta ár fær Atlantic Airways eitt flogfar aftrat. Tá telur flotin fýra flogfør, føroyska flogfelagið eigur trý flogfør í dag. Talan verður um eitt flogfar av slagnum Airbus 320neo, sum kemur til Føroya í mai. Samstundis sum Atlantsflog kunnger hetta, boðar felagið frá, at tey hava gjørt trý ára samstarvsavtalu við donsku ferðaskrivstovuna Primo Tours, soleiðis at Atlantic Airways eisini vinnur pening upp á nýggja flogfari í lágárstíð. Tað sigur Landsfelag Pensjonista í einari áheitan á politisku flokkarnar. Landsfelag Pensjónista hevur fleiri ynski, nú løgtingsval stundar til. Higartil eru færri kvinnur uppstillaðar til komandi løgtingsval enn til løgtingsvalið í 2015, men lutfalsliga eru fleiri kvinnur á vallistunum til hetta løgtingsvalið enn fyri fýra árum síðani. Í 2015 vóru 48 kvinnur uppstillaðar útav 169 valevnum, hetta svarar til 28,4 prosent. Higartil eru 45 av 155 valevnunum kvinnur til løgtingsvalið 31. august, hetta svarar til 29 prosent. Orsøkin er, at flokkarnir hava ov lítlan áhuga í, at fáa kvinnur at stilla upp, heldur Marna K. Jacobsen, forkvinna í Demokratia, ið skal arbeiða fyri, at økja um leiklutin hjá kvinnum í politikki. 33 ára gamli Heri Vang er skipari á Norðsøka, sum helst er elsta vinnuliga fiskifarið kongaríkinum. Norðsøki er 77 ára gamal og hevur fingið mangan fongin til høldar. Hann er útbúgvin bæði skipari og maskinmeistari, og hann kundi valt aðrar leiðir, men hann heldur, at útróðurin er serliga spennandi. Tað hevur verið framúrskarandi í ár. Mær vitandi hevur ongantíð gingið so væl yvirhøvur. Tað hevur ongantíð verið so nógvur fiskur undir Føroyum, og tað er góður fiskur úr øllum árgangum, so tað hevur verið ordiliga stuttligt, sigur Heri Vang. Teir eru undir illgruna fyri at hava framt bumbuatstóknina móti Skattastýrinum á Eysturbrúgv í Keypmannahavn, sigur Jørgen Bech Skov frá løgregluni í Keypmannahavn. Tað var seint týskvøldið í síðstu viku, at ein bumbuatsókn var móti Skattastýrinum á Eysturbrúgv í Keypmannahavn. Enn er einki at frætt um, hvørji motiv liggja aftan fyri atsóknina. Bumban var sterk og gjørdi stóran skaða, men engin kom til skaða. Tað var meira hepni enn skil, at eingin lá eftirá ella kom til skaða, sigur spreingiserfrøðingur. Tað var neyvt samstarv millum donsku og svensku løgregluna, sum førdi við sær, at annar gerningsmaðurin, sambært løgregluni, nú er funnin og hin er eftirlýstur. Enn eru tøk pláss eftir á Setrinum, um tú ætlar tær at fara undir hægri lestur í Føroyum. Tað skrivar Fróðskaparsetur Føroya á heimasíðuni . Til og við 15. august 2019 tað er í morgin ber til at søkja inn á tøk lestrarpláss til bachelorútbúgvingar, hjánám og masterútbúgvingar á Fróðskaparsetri Føroya. Umsóknirnar verða viðgjørdar so hvørt, tær verða móttiknar. Tí er at skunda sær, tí tann, ið fyrst søkir, fær fyrst bjóðað lestrarpláss. Millum annað eru pláss eftir á bachelor og masterútbúgvingum í føroyskum máli og bókmentum, samfelagsvísindum og søgu, orkuverkfrøði og løgfrøði fyri at nevna burtur úr rúgvuni. Eisini verður kjakast um hvørt tað er rætt at vunnar upphæddir hjá feløgum ið luttaka í europeiskum kappingum evt. skulu javnast út. Hetta hendir eftir eina spreinging í einum rakettmortor í síðstu viku. Tað verður hildið, at tað var ein nýggj, kjarnorkurikin rakett, ið sprongdist 8. august. Fyrst segði russiska verjumálaráðið, at tveir persónar høvdu latið lív í spreingingini í hernaðarliga royndarøkinum fyri rakettir við Kvitsjógvin. Tá varð sagt, at einki geislavirkið var sloppið út í lofthavið. Men síðani søgdu lokalir myndugleikar, at geislavirkið í økinum fór at vera økt í eitt stutt tíðarskeið, og tað hevði við sær, at fólk byrjaðu at leggja jod tablettir undir seg. Russiska atomráðið, Rosatom, hevur nú alment boðað frá, at fimm av teirra serfrøðingum lótu lív í spreingingini, meðan onnur vórðu løstað. Atomráðið segði eisini, at talan var um eina spreinging í sambandi við, at eitt nýtt vápn varð testað, og at hetta vápn varð rikið av einum lítlum kjarnorkureaktori. Russiska veðurstovan segði í gjár, at geislavirknið í býnum Severodvinsk, sum liggur nærhendis royndarøkið, er 16 ferðir hægrið enn vanligt. Enn er einki komið fram alment um, hvat tað var fyri slag av rakett, ið varð testað. Men nýggjastu upplýsingarnir hava fingið amerikanskar og russikar miðlar at halda, at talan hevur verið um nýggju kjarnorkuriknu rakettina Burevestnik ella Skyfall. Hendan rakettin røkkur allastaðni, og hon kann snúgva sær uttan um rakettverjuna hjá fígginda okkara og raka mál uttan at verða uppdagað áðrenn, segði russiksi forsetin tá. Men keldur vilja vera við, at tað hava verið fleiri miseydnaðar royndir við nýggju rakettini, og kritikkarar vilja vera við, at nýggja rakettin er sera dálkandi og óstøðug. Komandi valskeið kann hava avgerandi týdning fyri námsfrøðiliga virkisøkið. Tað heldur í øllum førum Føroya Pedagogfelag, sum hevur valt at varpa serligt ljós á fýra mál, ið tey meta hava avgjørdan týdning fyri økið. Skulu Føroyar gera sær nakrar tankar um at fylgja við í talgilda samfelagnum, er neyðugt hjá almennu Føroyum at gera munandi størri íløgur í KT verkætlanir og viðlíkahald, umframt at størri fokus eigur at verða sett á at keypa føroyskar KT loysnir. Yvirfriðingarnevndin er biðin um at steðga ætlanini um at tyrva grót úr Sandoyartunlinum báðum megin vegin við Breiðá á Velbastað. Men Annfinn Brekkstein, sum býr á Velbastað, og er býráðslimur í Tórshavnar kommunu, hevur kært alla tyrvingina sum hon er til Innlendismálaraðið. Hann vísir til náttúrufriðingarlógina, sum sigur, at hóast úrskurðirnir hjá Yvirfriðingarnevndini eru endaligir, kann nevndin sjálv taka upp aftur eitt mál og møguliga broyta avgerð, hon hevur tikið áður, tá serstakar umstøður kunnu gera seg galdandi. Men Javnaðarflokkurin vil ikki hava Kristin Michelsen á listan hesaferð. Hildið hevur verið, at Kristin Michelsen fór at stilla upp fyri Sambandsflokkin. Men listin hjá Sambandsflokkinum er liðugur. Og har er Kristin Michelsen ikki. Freistin at stilla upp er tó ikki farin enn. Hon er til leygardagin klokkan 18 00. Umsøkjarar um menningarkvotur í ár fingu svar 2. juli. Men í øllum umsóknum var nógv meiri fiskur enn umsøkjararnir fingu í menningarkvotu. Men tveir umsøkjarar bóðu um og fingu longri freist. Annars hava umsøkjarar fingið endaligt svar úr Fiskimálaráðnum um menningarkvotu. Tað ber tí til hjá teimum at søkja Vørn um loyvi at fiska menninagarkvotu. Seks umsøkjarar av teimum 37, sum søktu, fingu menningarkvotu í ár. Viðgerðartrygd til allar føroyingar, meira pengar til pensjonistar og barnafamiljur og ríkisfelagsskapurin skal moderniserast. Men samstundis skulu vit ansa eftir búskapinum. Tvey útlendsk ferðafólk og grønlendski ferðaleiðari teirra sendu út neyðarróp, tá tey einki sóu í øllum roykinum, skrivar grønlendska kringvarpið, KNR. Sambært KNR bað løgreglan í fyrsta umfari eina rututyrlu, sum var á veg úr Sisimiut til Kangerlussuaq, um at fara og leita eftir fólkunum, men hendan tyrlan fann tey ikki. Síðani bleiv Seahawk tyrlan hjá Arktiskt komando send at leita, og við serligu leitingarútgerð síni, fann tyrlan fólkini og fekk tey til hús í øllum góðum. Eftir eina læknakanning, varð staðfest, at øll trý fólkini høvdu tað gott. Borgarstjórin í Havn bakkar í málinum um íbúðarbyggingina undir Kongavarða á Argjum. Mikið rok og stór ónøgd hevur verið um ætlaðu íbúðarbyggingina undir Kongavarða. Eigarafeløgini undir Kongavarða og eystan Kongavarða hava mótmælt alment og kalla íbúðarbyggingina eitt mistak av søguligum dimensiónum. Talan var um eina vána loysn upp á allar mátar, søgdu eigarafeløgini. Og nú er líkt til, at mótmælini hjá teimum verða tikin til eftirtektar. Í skrivi sent miðlunum sigur Annika Olsen, borgarstjóri, at tey nú kanna, um tað ber til at tillaga ætlanina við íbúðarbyggingini undir Kongavarða. Um tað ikki ber til, royna tey at finna annað stykki at byggja á. Uppskotið til broytta byggisamtykt í sambandi við íbúðarbyggingina undir Kongavarða liggur enn frammi til almenna hoyring, freistin at senda kommununi viðmerkingar og broytingaruppskot er 30. august 2019. Stór spjaðing var í úrslitunum hjá skipunum í línuflotanum í 2018. Okkurt av vanligu línuskipunum kláraðu seg hampuliga væl, men tey flestu høvdu munandi hall av rakstrinum. Hinvegin kláraðu frystilínuskipini seg væl. Hetta er høvuðsniðurstøðan í árligu kanningini av línuflotanum, sum grannskoðaravirkið NUMO ger. Á fundi í skúlanum á Skúlatrø í Klaksvík týskvøldið legði Bjarni Arnason frá NUMO fram kanningina. Har kom fram, at ársúrslitini í línuflotanum hava verið rættiliga óstøðug í tíðarskeiðinum 1996 til 2018. Í 1996 var samlaða ársúrslitið hjá føroyska línulotanum tríggjar milliónir krónur. Ársúrslitið øktist fram til 2003 til 22,5 milliónir. Frá 2004 til 2008 var eitt munandi fall. Fallið endaði við einum ársúrsliti í 2008 upp á 47 milliónir krónur í halli. Síðani 2009 eru ársúrslitini støðugt økt fram til 2018, har tað var 16,2 milliónir krónur í avlopi. Til 1. august vóru ferðafólkini knappliga 250.000. Tey vóru 249.887 í tali. Vøksturin er 12,7 prosent samborin við ferðafólktalið til 1. august í fjør. 3.233 fráferðir og komur vóru á flogvøllinum til 1. august. Flogførini taka fleiri ferðafólk nú, so tann vøksturin er bara 0,9 prosent. Í juli vóru ferðafólkini 63.788. Tann vøksturin er 16,2 prosent. Tá vóru komurnar og fráferðirnar 692,22 í miðal um dagin. Hetta eru 20,8 prosent fleiri enn í juli í fjør. Samstundis sum ferðafólkini gerast fleiri og fleiri, er farmurin og posturin, sum verður fluttur við flogfari, minni nú enn undanfarin ár. Hetta er ikki loyvt, og løgreglan heitir tí á fólk um at fráboða politinum, um dronur eru at síggja yvir bygdum øki ella nærhendis flogvøllinum. Tina Jacobsen, vaktleiðari á politistøðini, sigur við útvarpið, at tað serliga eru føroyingar, ið boða frá dronuflúgving, og at tað ofta eru útlendingar, sum flúgva við dronum uttan loyvi, tó ikki bara. Tað krevst serligt loyvi at flúgva við dronum yvir bygdum øki. Í útgangsstøðinum skal talan vera um vinnuligt virksemi. Fyri at fáa loyvi at flúgva yvir bygdum øki krevst dispensatión frá Trafikstyrelsen. Hetta loyvi er ofta ikki fingið til vega. Tí heitir løgreglan á fólk um at boða frá dronuflúgving, antin tað er yvir bygdum øki ella nærri enn fimm kilometrar frá flogvøllinum. Tað kann sjálvandi vera trupult, tí dronurnar røkka so langt, men vit heita á fólk um at siga frá, so vit hava okkurt at fara eftir og finna fram til dronuføraran, sigur Tina Jacobsen, vaktleiðari. Summi halda, at valplakatir seta ein serligan dám á løgtingvalið, meðan onnur halda, at tær fylla alt ov nógv. Tey flestu eru tó samd um, at tey ikki lata seg ávirka av valplakatum. Nógv hava avgjørt frammanundan, hvønn tey velja, og tí kann ein valplakat ikki sannføra tey um at skifta meining, men valplakatir kunnu hava eina ávirkan á serliga tey, sum iviast ímillum nøkur valevnir. Eitt russiskt ferðafólkaflogfar hevur neyðlent á einari kornveltu nærhendis Moskva við 234 fólkum umborð. Flogfarið fekk trupulleikar av fugli, sum kom í motorarnar, og tað verður hildið at vera eitt undur, at eingin doyði. Russiska heilusmálaráðið sigur sambært Moscov Times, at 23 fólk fingu skaða, men eingin læt lív. Talan var um eitt Airbus 321 flogfar frá Ural Airlines, sum júst var farið á flog úr Moskva. Eitt ferðafólk greiddi frá, at flogfarið fór at skelva fimm sekund eftir, at tað var farið uppfrá, ljósini blinkaðu og tað luktaði brent. Neyðlendingin verður samanborin við neyðlendingina hjá U.S. Airways Flight 1549, sum lendi á Hudson ánni í 2009, eftir at ein gásaflokkur kom í motorarnar. Flogskiparin á russiska flogfarinum Damir Yusopov verður sagdur at vera ein hetja. Hann hevur bjargað 233 mannalívum við at lenda flogfarið á einari kornveltu, uttan at hjólini vóru niðri, samstundis um ein motorur var í ólagi. Savnsgestirnir á Listasavni Føroya gjørdust bilsnir, tá ið teir seinnapart týsdagi sóu krúnprinsin ganga runt millum gestirnar og hyggja at listaverkunum á Listasavninum, uttan at vitjanin hjá krúnprinsinum varð kunngjørd frammanundan. Krúnprinsurin vildi, sum part av síni óalmennu vitjan í Føroyum, vitja Listasavn Føroya aftur og uppliva fjølbroytta savnið av listaverkum umframt at verða dagførdur um tey nýggjastu rákini í føroyskari samtíðarlist. Ein vitjan, sum krúnprinsurin fór til við stórum áhuga, sigur savnsstjóri Karina Lykke Grand, sum vísti krúnprinsinum runt á savninum. Krúnprinsurin hevði stóran kunnleika um fleiri myndevni, bæði eldri listaverk og meira nýmótans verk á savninum. Stóri áhugin hjá krúnprinsinum fyri føroyskari list var sera týðiligur í prátinum, greiðir Karina Lykke Grand frá. Meðan rundvísingin var, vóru tað serliga lýsingarnar hjá listafólkunum av havinum, landslagnum, fjøllunum og føroyskum siðvenjum, eins og tær modernaðu Føroyar, sum hugtóku krúnprinsin. Tað hevur verið ein stór uppliving at fáa vitjan av krúnprinsinum, og tað var deiligt at síggja, at krúnprinsurin kendi landafrøðina í nógvum myndevnum hjá listafólkunum frá sínum vitjanum í Føroyum, sigur Karina Lykke Grand. Hví hetta hendi, fáa teir ikki svar upp í ár, tí fleiri lomb og eftirburðar mugu sendast til Danmarkar til kanningar, og nóg nógv deyð lomb vórðu ikki goymd. Eigarafelagið Hoyvíkshædd, sum er býlingurin norðan fyri skúlan við Løgmannabreyt í Hoyvík, kærdi um staðsetingina og um vandan fyri lukti frá verkinum. Biogassverkið hjá Førka, sum er dótturfelag hjá Bakkafrosti, fer at taka neytamykju frá landbúnaðinum og súrløgu av laksi og skarni frá smoltstøðum. 11 teirra høvdu svørt tøl tað er avlop á botnlinjuni í fjør. Og 2019 sær út til at verða eitt betri ár enn 2018, sigur formaðurin í Línuskipum. Men øll skipini í bólki 3, har sum línuskipini eru, eru ikki limur í felagnum Línuskipum. Okkurt roynir við gørnum og okkurt eftir krabba. Okkurt ísfiskalínuskip hevði hampiliga gott úrslit, men tey flestu høvdu munandi hall í rakstrinum í fjør. Frystilínuskipini kláraðu seg tó væl. Raksturin hjá línuskipum royndist betur í 2018 enn í 2017, er niðurstøðan hjá NUMO. Miðalaldurin hjá línuskipunum var 47 ár við árslok 2018. Grøn orka, borgarakort til allar føroyingar og minimunsnormeringar á bæði eldra og dagstovnaøkinum. Fyri at fíggja orkuskiftið skal landið selja sín part í Bank Nordik. Í fjør og í ár hevur norska Institutt for energiteknikk avgjørt, at ovnarnir ikki skulu brúkast meira, og sostatt er nógv, ið skal ruddast. Ruddingin fer at taka fleiri ár, skrivar norska Føði og fiskimálaráðið. Teir báðir kjarnorkuovnarnir hava havt ein týðandi leiklut fyri Norra, men nú verða teir burturbeindir, og tað fer bæði við nógvari tíð og pengum. Uppskotið um uppruddingina skal leggjast fyri norska Stórtingið í 2020. Og í uppskotinum skal standa, júst hvussu uppruddingin skal fara fram. Fyribils útrokningar vísa, at tað fer at kosta einar 15 milliardir norskar krónur at rudda alt kjarnorkuburturkastið. Nýggjar støðir og goymslur mugu byggjast til endamálið. Harafturat skal kjarnorkubrennievni viðgerðast, áðrenn farið verður í gongd við at burturbeina tað. Norska stjórnin hevur seinastu fýra árini brúkt 722 milliónir krónur uppá kjarnorkuovnarnar. Fiskimálaráðið hevur avgjørt at skjóta dómin hjá Føroya rætti í málinum um loyvini hjá reiðaríinum Northwest Pelagic inn fyri Eystari landsrætt. Føroya rættur kolldømdi avgerðina hjá Fiskimálaráðnum at staðfesta avgerðina hjá Vørn um ikki at geva Northwest Pelagic loyvi at fiska, tí útlendingar hava ræði á felagnum, sambært Vørn og Fiskimálaráðnum. Rógvi Reinert, aðalstjóri í Fiskimálaráðnum, sigur, at tey hava vent hvørjum steini og eru komin til ta niðurstøðu, at málið skal roynast í tveimum rættum. Fyrr í vikuni varð greitt, at tey, sum ætla sær ein túr út á Lógv í Saksun, skulu gjalda 75 krónur fyri at sleppa ígjøgnum portrið. Hetta er galdandi fyri bæði útlendsk ferðafólk og føroyingar. Fyrstu vikuna høvdu yvir hundrað fólk brúkt portrið í Saksun, sigur festarin Andr Kruse. Hann segði, at pengarnir verða brúktir til at gjalda óløguna í portrið og terminalin og til at reka hagan. Men longu nú hava trupulleikar staðist av portrinum, tí tað hevur ikki riggað, sum tað skal. Fólk hava goldið uttan at sloppið inn. Hetta skelkaði Edith Dahl Jakobsen, sum saman við unnusta og vinfólki sínum, var í Saksun her fyri Í røðu síni segði forsetin í Suðurkorea, at hann vónar, at Suður og Norðurkorea verða sameind áðrenn 2045. Men tað vil norðurkoreanski leiðarin ikki. Sambært BBC gevur Kim Jong un Suðurkorea skyldina fyri teimum stríðsmálum, sum eru millum londini bæði. Tí vil hann ikki hitta suðurkoreanska forsetan, sigur hann í dag, sambært BBC. Eg lovi, at skapa grundarlag fyri, at bæði londini kunnu vera vertir til Olympisku leikirnar í 2032 sum eitt sameint Korea, segði Moon Jae in í røðu síni í gjár. Londini bæði hava meldað seg sum vert til Olympisku leikirnar í 2032, men tað er enn óvist, hvør verður vertur. Norður og Suðurkorea hava formliga verið í kríggi síðani 1950. Norðurkorea hevur gjørt kjarnorkuvápn. Sjálvt um Donald Trump, forseti, hevur hitt Kim Jong un tvær ferðir, er tað enn ikki eydnast pørtunum, at semjast um, hvat skal henda við kjarnorkuvápnunum hjá Norðurkorea. USA hevur sett fleiri revsitiltøk í verk mótvegis Norðurkorea. Seinastu vikurnar hevur Norðurkorea gjørt fleiri rakettroyndir, og rakettroyndirnar plaga at vera eitt greitt tekin um, at leiðarin í Norðurkorea er ónøgdur við støðuna. Tíðin er komin til, at bæði Norður og Suðurkorea saman við USA fara at hugsavna seg um, at fáa friðaravtalur í lag. Hetta skal gerast skjótast gjørligt, segði Moon Jae in, suðurkoreanski forsetin, í røðu síni í gjár. Men ynskið hjá suðurkoreanska forsetanum verður neyvan uppfylt, tí Kim Jong un boðar frá í dag, at hann ikki hevur ætlanir um eitt sameint Korea. Fyrradagin boðaði borgarstjórin í Havn, Annika Olsen frá, at býraðið nú kannar, um tað ber til at tillaga ætlanina við leiguíbúðarbyggingini undir Kongavarða. Um tað ikki ber til, royna tey, at finna annað stykki, at byggja á. Stjórin hjá MARK, ið stendur fyri umstríddu byggingini, sum íbúðarfeløgini undir og eystan fyri Kongavarða hava mótmælt, sigur, at tey fingu ein fyrispurning frá borgarstjóranum um tað var gjørligt, at tillaga ella flyta, um hetta varð neyðugt. Gordon Rajani, stjóri, sigur við Kringvarpið, at borgarstjórin fekk at vita, at hetta kundi MARK gott góðtaka, men hann boðaði samstundis borgarstjóranum frá, at um ikki skjótt varð borið at, so kundi talan verða um seinkingar. Vit ynskja, at halda fast í verandi verkætlan, sum er klár at fara í gongd. Verkætlanin er komin somikið langt, at vit kundu havt fyrstu íbúðirnar klárar komandi summar, sigur Gordon Rajani. Men nú verkætlanin hevur fingið so stóra mótstøðu frá grannunum, halda vit tað er ómotiverandi at byrja undir verandi umstøðum. Tí góðtóku vit umbønina frá borgarstjóranum um at tillaga ella flyta verkætlanina, sigur hann. Fyri at fáa rakstur í leiguíbúðir, er neyðugt við eini ávísari nøgd. Tí ber illa til at bara minka um verkætlanina. So ella so, mugu vit helst uppá 94 íbúðir, sigur Gordon Rajani. Tað, at mótstøðan hevur verið so stór, hevur ikki heilt tikið mótið frá Gordon Rajani og hansara fólki, men tað er ikki serliga motiverandi at arbeiða við at fáa bøtt um íbúðarneyðina, tá ið tað gongur so trekt, sigur hann. Vit hava 171 spent fólk á bíðilista, sum javnan ringja og spyrja nær íbúðirnar verða lidnar. Hvat skulu vit svara teimum nú, spyr stjórin. Vit hava eisini lagt nógva orku í og brúkt nógvan pening uppá verkætlanina, har vit millum annað hava brúkt ráðgevarar, teknað, roknað, samskift við fíggjarstovnar, arkitektar og aðrar veitarar, sigur Gordon Rajani. Tí eru vit í eini sera keðiligari støðu nú, leggur hann afturat. Hann sigur seg ikki rættiliga skilja mótstøðuna, tí verkætlaninin hevur hildið seg innanfyri allar reglur og mannagongdir, og tað ætlar hann, at ætlanin eisini skal gera í framtíðini. Annika Olsen hevur boðað MARK frá, at møguligar tillagingar ella bygging á einum øðrum stykki ikki skal hava seinkingar við sær. MARK og borgarstjórin skulu í dag á fund um málið. Wall Street Journal og Washington Post, og fleiri onnur amerikansk bløð, vísa til fleiri dulnevndar keldur, ið siga, at Donald Trump er áhugaður í, at keypa Grønland frá Danmark. Amerikanski forsetin hevur eftir øllum at døma fleiri ferðir sagt, at hann hevur stóran áhuga í Grønlandi millum annað orsakað av tí náttúrutilfeingi, sum er í Grønlandi. Tí vil hann fegin keypa Grønland. Donald Trump hevur sambært nøkrum dulnevndum keldum sett fleiri løgfrøðingar og ráðgevar at kanna, hvussu keypið kann fara fram. Hetta hevur fingið øði í millum annað fleiri fólkatingslimir í Danmark, sum vóna at hetta er skemt, skrivar DR. Lars Løkke Rasmussen, formaður í Vinstra, skrivar á Twitter , at hetta má vera ein seinkað aprílsøga. Marcus Knuth, sum er grønlandsfrásøgufólk hjá Vinstra, sigur, at hetta ljóðar heilt óseriøst. Hetta er ikki fyrstu ferð, at ein amerikanskur forseti roynir at keypa Grønland, sambært tíðindastovuni, AP. Í 1946, undir Harry Truman, bjóðaði USA dønum 100 milliónir dollarar fyri Grønland. Ólóglig flúgving við dronum í bygdum øki vindur alsamt meira upp á seg, og tað hevur við sær, at politiið fær alsamt fleiri fráboðanir frá fólki um hetta fyribrigdið. Samson Højgaard, sum eigur boat.fo, byrjaði at leiga bátar út fyrr í ár. Síðani fór hann eisini at skipa fyri bátatúrum og fiskitúrum ymsa staðni í Føroyum. Bæði føroyingar og útlendingar fara bátatúrar við boat.fo, men serliga ferðafólk halda tað vera stuttligt at sleppa ein fiskitúr í einum føroyskum firði. Tað var óhugsandi fyri nøkrum árum síðani, at so nógv ferðafólk komu til Føroya, og at hetta fór at bera til, sigur Samson Højgaard. Summarmorgun hitti Samson Højgaard í einum av bátum hansara á sjógvi við Tinganes í Havn, nú fyrsta summarið hjá boat.fo skjótt er av. Undir flytingini av arbeiðsstaðnum hjá flogternunum spøkir sáttmálatvídrátturin frá fyrr í summar, tá leiðslan í Atlantic Airways sendi forkvinnuna og næstforkvinnuna í felagnum hjá flogternunum, Súluni, til hús. FPU hevur síðani tá roynt at fáa samráðingar um nýggjan sáttmála við Atlantic Airways og Føroya arbeiðsgevarafelag, men Føroya arbeiðsgevarafelag hevur noktað at samráðast við FPU. Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airwys, vísti tá aftur, at uppsagnirnar av forkvinnununi og næstforkvinnuni í felagnum, Súluni, hevði nakað sum helst við fakfelags leiklutin hjá uppsøgdu flogternunum at gera. Stjórin í Atlantic Airways tvíheldur um, at flytingin av arbeiðsstaðnum hjá flogternunum í Keypmannahavn er ein umskipan av arbeiðinum hjá felagnum. Smápartafelagið Handilshúsið beyð upp á koyringina í Sandoynni. Partafelagið Suðuroyarleiðin og smápartafelagið Suðuroyar Bygdaleiðir vilja sleppa at koyra í Suðuroynni. Suðuroyar Bygdaleiðir hava eisini tilboð upp á koyringina í báðum oyggjum. Landsstýrið hevur avgjørt, at Sandoyggin skal verða eitt menningarøki fyri grønari orku. Bussarnir í Sandoynni skulu tí koyra við varandi orku. Tey, sum ætla sær at koyra við bussum í Sandoynni, avgera sjálvi, hvat slag av grønari orku, bussarnir brúka. Men hugt verður eftir, hvussu nógv CO2 útlát kemur frá koyringini, og hvaðani orkan kemur. Tilboðini upp á koyringina hjá Bygdaleiðum verða nú greinað og viðgjørd í einum arbeiðsbólki. Úrslit verður almannakunngjørt í seinasta lagi fríggjadagin 30.august, siga Strandfaraskip landsins. Koyringin í Sandoynni og í Suðuroynni varð boðin út av nýggjum hálvan juli, tí fyrra útbjóðingartilfarið var ikki í lagi. Eitt av kjarnumálunum hjá Umhvørvisstovuni er eisini, at fáa eina betur náttúruverju. Lagt verður upp til, at fáa eina nýmótast lóg, sum greitt ásetir, hvussu vit umsita og røkja ta føroysku náttúruna. Mette Frederiksen fer eisini til lítlu bygdina Kapi sill it, sum er 75 kilometrar eystan fyri Nuuk, og hon vitjar barnaheimið Meeq qat Illu at í Nuuk. og Mánadagin hittast norðurlendsku forsætismálaráðharrarnir í Reykjavík. Sambært heimasíðuni hjá Forsætismálaráðnum verður føroyski leiðarin við á fundinum í Reykjavík. Men Aksel V. Johannesen, løgmaður, fer tó ikki á fundin, tí løgtingsval er skrivað út. Annars hevði hann farið á fundin í Reykjavík. Føroyar vera tó við, men tað verður á embætisstigi. Fundurin í Reykjavik verður um veðurlagið. Millum annað týski kanslarin, Angela Merkel, verður við á fundinum fyri at tosa um møguleikan at styrkja samstarvið um veðurlagið. Ætlanin er eisini, at norðurlendsku leiðararnir og virkisleiðarar í Norðurlondum samtykkja og skriva undir eina nýggja visjón um veðurlag og burðardygd. Í apríl í ár brukti SEV 31 prosent meira olju enn í apríl í fjør. Í mai var oljunýtslan 85 prosent størri enn í mai í fjør. Í juni var hon 30 prosent størri og í juli 22 prosent størri enn í juli í fjør. Nógv søga og siðsøga er knýtt at Kirkjuvatni, sum liggur beint oman fyri Fámjin. Innan fyri vatnið er botnur, sum endar við Sýrshamrar og Valdaskarð, har gøtan gongur. Tað eina oyrað hjá Kristiani Joensen hevur verið deyvt seinastu 20 árini, og í hinum oyranum hevur hann hoyrt umleið 30 . Tá ið hann var ungur hoyrdi hann betur, men tað er bara versnað við árunum. Tað er sjáldan, at eg fari at gráta inni hjá læknanum, men eg græt tann dagin, eg fekk hoyrnina aftur, sigur ein glaður Kristian Joensen. Hann heldur tað vera ógvuliga løgið at brádliga hoyra alt so væl, til dømis hevur hann hoyrt vatnkranan fyri fyrstu ferð, og nú er ljóðið í sjónvarpinum skrúvað nógv niður í mun til áðrenn. Sinnisbati er áhugafelag teirra ið hava sálarsjúku og avvarðandi teirra. Sinnisbati hevur sett nøkur kjanumál á skrá, sum tey vóna, at politisku valevnini geva sær far um í valstríðnum. Sinnisbati heldur, at verandi skipan ikki er nøktandi, tá tað kemur til at fáa eina diagnosu og at fáa hjálp. Avvarðandi hava eisini tørv á betri hjálp, eins og størri dentur eigur at verða lagdur á fyribyrgjandi arbeiði. Eg eri fegin um, at vit sum stað, har umleið 1.500 ung og 250 starvsfólk savnast, kunnu vísa vegin móti einari roykfríari framtíð, sigur Bogi Bech Jensen, rektari á Glasi. Glasir hevur samstundis gjørt avtalu við handilin Bónus, sum liggur skamt haðani, at handilin við Marknagilsvegin ikki selur sigarettir og tubbakk, meðan skúlatíðin er altso frá tí, at latið verður upp á morgni til skúladagurin endar. Eg haldi avgjørt, at tað er eitt stig á rættari leið at eggja fólki at roykja minni, sigur Niels Mortensen, stjóri í samtakinum, sum rekur Bónus handlarnar. Roykiforboðið á Glasi kom í gildi frá fyrsta skúladegi, sum var í gjár, og er galdandi fyri allan matrikulin á Glasi. Rektarin sigur, at tað er munandi lættari at samskifta og handhevja, enn ásetingar um ávís øki, har loyvt er at roykja. Hann hóttir nú við tiltøkum móti Atlantic Airways, tí leiðslan í føroyska flogfelagnum nú brádliga krevur, at nakrar av flogternunum hjá felagnum, sum búgva í Danmark, og eru limir í FPU, skulu hava arbeiðsstað í Vágum. Anders Mark Jensen er sannførdur um, at flytingin av arbeiðsstaðnum hjá føroysku flogternunum í Danmark hevur beinleiðis samband við stríðið, sum stóðst av, at føroyska felagið hjá flogternunum, Súlan, í fjør valdi at fara upp í danska FPU. Síðani hava Atlantic Airways og Føroya Arbeiðsgevarafelag noktað at samráðast við FPU um ein nýggja sáttmála til tær føroysku flogternurnar. Og stríðið rakk hæddunum í summar, tá leiðslan í Atlantic Airways valdi at siga forkvinnuna og næstforkvinnuna í Súluni úr starvi. Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, sigur, at flytingin av arbeiðsstaðnum hjá nøkrum av flogternunum í Danmark er orsaka av umskipan av arbeiðinum. Hon viðurkennir tó, at tað hava verið avbjóðingar við starvsfólkum í Keypmannahavn. Anders Mark Jensen, næstformaður í FPU, keypir als ikki grundgevingina hjá stjóranum í Atlantic Airways. FPU hótti fyrr í summar eisini við tiltøkum, tá forkvinnan og næstforkvinnan í felangum hjá flogternum í Føroyum, Súluni, blivu sendar til hús. Men tað ferðina hendi einki. Eyðun Egholm í Havn hevur brúkt seinasta hálva árið og meira enn 150.000 krónur at umbyggja eitt áttamannafar, so tað verður rikið við ravmagni í staðin fyri diesel. Í seinasta lagi klokkan 18 í kvøld skulu valevnislistarnir til løgtingsvalið verða forkvinnuni í løgtingsvalnevndini í hendi, skrivar Innlendismálaráðið. Sambært løgtingsvallógini, sum er frá 1978 og dagførd í 2002, má ein valevnislisti hjá einum politiskum flokki ikki hava meira enn 43 valevni. Ein valevnislisti skal vera undirskrivaður av valevnunum, góðkendur av einum flokki, sum hevur rætt til at luttaka á valinum, ella undirskrivaður av í minsta lagi 400 og í mesta lagi 450 veljarum, sum stillarum. Ongin má stilla upp upp á meira enn einum vallista, og ongin kann vera stillari fyri meira enn ein valevnislista, sambært løgtingsvallógini. Í mai mánað vóru umleið 27.600 løntakarar í Føroyum, tað eru umleið 700 løntakarar fleiri í mun til mai í fjør, skrivar Hagstova Føroya á heimasíðuni. Tað eru framvegis væl fleiri menn enn kvinnur á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Í mai vóru um 14.350 menn og 13.250 kvinnur løntakarar, altso 1.100 fleiri menn. Flestu løntakararnir í Føroyum arbeiða innan tað almenna, tilsamans 9.835, 9.033 í privatu tænastuvinnuni, 4.398 arbeiða innan byggivinnu og tilvirking og 4.327 í fiski og tilfeingisvinnuni. Tann 22 ára gamla svenski statsborgarin, sum er skuldsettur fyri spreingingina við Skattastýrið á Eysturbrúgv í Keypmannahavn, skal latast Danmark. Tað avgjørdi tingrætturin í Malmø seinnapartin í gjár, har maðurin hevur verið í grundlógaravhoyring. Maðurin fjaldi andlitið við einum bláum turriklæði í rættinum. Maðurin vil ikki útflýggjast til Danmarkar, men verjin vil ikki siga hví. Hann hevur nú umhugsanartíð til 23. august, um hann vil kæra avgerðina til hægri rætt. Ein annar svenskur statsbogari er eftirlýstur í málinum. Báðir búgva í Sk ne. Navnaforboð er í málinum, og tí ber ikki til at siga meira um, hvørjar teir mistonktu eru. Tað var týskvøldið í síðstu viku, at ein sterkur bumbubrestur gjørdi stóran skaða á Skattastýrið í Keypmannahavn. Eingin kom til skaða, men tað var bara hepni, siga bumbuserfrøðingar. Hetta er fyrsta vitjanin hjá Boris Johnson, bretska forsætisráðharranum, uttanlands, síðani hann tók við, sum forsætisráðharri í juli. Boris Johnson skal hitta franska forsetan, Emmanuel Macron, týsdagin og týska samveldiskanslaran, Angela Merkel, mikudagin. Hann skal eisini hitta Donald Tusk, forseta í Evroparáðnum. Boris Johnson fer at royna at fáa europeisku leiðararnar at taka uppaftur samráðingarnar um Brexit, so Bretland ikki fer úr Evropeiska samveldinum uttan nakra avtalu. Týska stjórnin kunngjørdi í gjár, at Angela Merkel, samveldiskanslari, skuldi hitta Boris Johnson skjótt, men eingin dagur var ásettur. Stjórnarskrivstovan hjá franska forsetanum, Emmanuel Macron, hevur fyribils ongar viðmerkingar til tíðindini hjá blaðnum, The Guardian, um vitjanina. Boris Johnson fer væntandi eisini at taka lut á G7 toppfundinum við heimsins leiðarum í Biarritz, í útsynningspartinum í Fraklandi, í næstu viku. Leiðararnir í G7 londunum skiftast um at vera vertir fyri toppfundinum, at kjakast um evni, ið standa hægst á politisku dagsskránni. Týsdagin vórðu 38 sløkkiliðsfólk flogin úr Danmark til Grønlands í royndini at basa eldunum, sum varð væntað, fór at taka 14 dagar. Men longu í dag sæst ein endi á sløkkiarbeiðinum, sigur sløkkiliðsstjórin, Stig Hammerhøj, sambært tíðindastovuni hjá Ritzau, skrivar Sermitsiaq. Vit eru tætt við, at hava sløkt eldarnir, og vit vænta, at hetta verður liðugt í morgin, sigur sløkkiliðsstjórin sambært tíðindastovuni. Tey donsku sløkkiliðsfólkini hava hjálpt til við, at basa eldinum, sum hevur brent undir jørð á torvheiðunum millum Sisimiut og Kangerlussuaq í Vesturgrønlandi. Tað fer væntandi at taka eina viku, at pakka útgerðina niður og rigga av aftur, tá eldurin væntandi er bastur í morgin, sigur sløkkiliðsstjórin. Náttúrueldarnir í Grønlandi kyknaðu nærhendis Sisimiut 8. juli. Sambært grønlendsku løgregluni var tað ein roykiovnur, sum var orsøk til, at náttúrueldarnir kyknaðu. Danski tilbúgvingarstovnurin játtaði tríggjar milliónir krónur, so donsk sløkkiliðsfólk kundu hjálpa til, at basa eldunum í Grønlandi. Upprunaliga var ætlanin, at byrja alingina í juli, men enn eru fyrstu rognkelsini ikki komin til smoltstøðina í Svínoy, men tað koma tey skjótt. Vit bíða í løtuni eftir endaligu góðkenningini, og góðkenningina vænta vit, at fáa í næstu viku, sigur Sjúrður Jacobsen í Svínoy. Gongur sum ætlað, koma tey fyrstu rognkelsini eisini til smoltstøðina í Svínoy í næstu viku, tá endaliga góðkenningin er komin uppá pláss. Tað hevur verið truplari, enn vit mettu, at fáa neyðugu góðkenningina frá myndugleikunum, sigur Sjúrður Jacobsen, ið saman við Bakkafrosti skal ala rognkelsi. Arbeiðið, at byrja alingina, var meira umfatandi enn mett frá byrjanini, og onkran part av arbeiðinum høvdu tey eisini undirmett, sigur hann. Hóast smoltstøðin í Svínoy nú er um at vera liðug, er einki, sum forðar fyri, at hon kann útbyggjast, verður tað neyðugt, segði Edvard Jacobsen, rakstrarleiðari, við útvarpið í mai. Smoltið verður keypt frá Fiskaaling. Talan er um samstarv millum Sjúrð Jacobsen í Svínoy og Bakkafrost, sum fer at keypa øll rognkelsini frá alistøðini. Í fyrstu syftu skulu tvey fólk setast í starv, men seinni er ætlanin, at seks ársverk skulu vera á alistøðini, segði Edvard Jacobsen við útvarpið tá. Nú eru tilsamans 251 metrar boraðir í Sandoyartunlinum. Teir 251 metrarnir eru allir boraðir í Traðardali á Sandoynni, tí boringin á Gomlurætt er ikki heilt komin í gongd enn. Fyrireikingarnar og inntakið til sjálva boringina eru byrjaðar, men enn er eingin metur boraður Streymoyarmegin, sigur Teitur Samuelsen, stjóri í P f Eystur og Sandoyartunlar. Sandoyartunnilin verður 10,8 kilometrar langur, og verður ætlandi liðugur í desember í 2023. Kostnaðurin á Sandoyartunlinum er mettur til umleið 1,3 milliardir krónur. Tjóðveldi hevur flestu valevnini, tilsamans 34, Sambandsflokkurin hevur 29, Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin hava 28 valevni hvør, Sjálvstýri og Miðflokkurin 15 hvør, Framsókn 14, Framtakið fyri rættinum at velja kannabis 12, og Føroyaflokkurin hevur fýra valevni. Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, er á listanum hjá Tjóðveldi. Av teimum 179 valevnunum eru 58 kvinnur, ella 32 prosent. Ein sjálvmorðsbumbuatsókn í afganska høvuðsstaðnum Kabul hevur kravt í minsta lagi 63 mannaiv, og í minsta lagi 182 fólk eru særd. Eingin hevur átkið sær skyldina fyri atsóknina. Taliban felagsskapurin vísir aftur, at hann hevði nakað við atsóknina at gera, og fordømir atsóknina. Spreingingin var í bygninginum Dubai City. Hann stendur í einum býarparti í Kabul, har shiamuslimski minnilutin, hazararnir, búgva. Uni Næs, dómpróstur, skipar við gudstænastuna í Hoyvíkar kirkju í dag klokkan 11 Bergtór Hjelm Bjarkhamar í embætið sum nýggjan sóknarprest í Suðurstreymoyar norðara prestagjaldi. Forsætismálaráðið í Keypmannahavn sigur, at talan er um eina kurteisisvitjan, men eygleiðarar halda, at vitjanin hjá Mette Frederiksen í Grønlandi nú hevur eisini samband við, at amerikanski forsetin, Donald Trump, kemur til Danmarkar í september. Vitjanin hesaferð endar í morgin við tíðindafundi í Nuuk, og síðani fer Mette Frederiksen á norðurlendska stjórnarleiðarafundin í Reykjavík. Av tí at løgtingsval er skrivað út, verður Aksel V. Johannesen ikki á fundinum í Reykjavík. Føroyar verða kortini umboðaðar, men tað verður á embætisstigi. Fundurin í Reykjavik verður um veðurlagið. Millum teirra, sum verða við á fundinum, er týski kanslarin, Angela Merkel. Hon fer at tosa um møguleikan at styrkja samstarvið um veðurlagið. Í nógvum londum hevur búskapurin riðið á einum aldukambi í mong ár. Nú er eisini handilskríggj millum USA og Kina, og Brexit hevur elvt til ótryggleika. At nógv børn eru flutt til Føroya úr øðrum londum, ger, at næmingatalið í fólkaskúlanum er farið upp 7.000 næmingar, og útlit eru til, at næmingatalið fer at vaksa spakuliga næstu árini, sigur Undirvísingarstýrið. Hetta er ein áhugaverd søga, sum mennist. Vit kanna málið, men vit vita ikki. Fyrrverandi forsetin, Harry Truman, ætlaði eisini at keypa Grønland. Danmark eigur Grønland, og Danmark er sameindi hjá okkum. Grønland hevur strategiskan týdning, og har er nógvur málmur, sigur Larry Kudlow. Wall Street Journal og Washington Post endurgóvu ónevndar keldur, sum standa forsetanum nær, fyri at siga, at Trump hevði sett løgfrøðingar og ráðgevarar at kanna, um USA kann keypa Grønland. Grønland er ikki til sølu, men vit eru opin fyri at samráðast, við tí endamáli samstarva við onnur lond, á jøvnum føti, stóð í boðunum frá grønlendska sjálvstýrinum. Hundurin Billa var og vitjaði Jakobinu Niclasen, sum er djóratelepatør, clairvoyvantur, djóraatferðarmennari og lekjandi tankaflutningur. Jakobina Niclasen sigur, at hon altíð hevur tosað við djór og kann fáa greiðu á, hví tey gera sum tey gera. Harafturat vil hon vera við, at hon kann kenna teirra pínu á sín egna kropp. Morguntingið er ein løtt politisk sending, har nýggj valevni fáa møguleika at greiða frá, hví tey stilla upp til løgtingsvalið 2019. Trý valevni frá trimum ymiskum flokkum eru við í hvørjari sending. Fyri at luttaka í sendingini skal valevni ikki hava verið stillað upp til løgtingsval fyrr. Endamálið við sendingini er at hava eina lætta sending, sum ikki í saman mun er merkt av spenningi millum flokkarnar, men har lurtarin fær høvi at kenna nýggju valevnini. Í Morguntinginum verða valevnini spurd av vertinum, hví tey hava valt at stilla upp til løgtingsvalið, og tey verða spurd um hvørji hjartamál teirra eru. Valevnini frá hinum flokkunum fáa møguleika at viðmerkja hjartamálini hjá ymsu valevnunum. Lurtarar fáa eisini høvi at seta valevnunum spurningar við at skriva inn. Spurningarnir frá lurtarunum kunnu bæði verða til hvørt einkulta valevni, men eisini breiðir spurningar. Aftur her verður møguligt hjá hinum valevnunum at viðmerkja spurningarnar til valevnini. Landsbankin sigur, at høvuðsorsøkin til betraða kredittvirðið er, at fíggjarligi váðin í sambandi við Eysturoyartunnilin er næstan burtur. Seinasta skotið varð latið av í juni. Tá var sonevndi bygningsváðin hjá landinum burturi. Orsøkin er, at nú kann ferðsla fara undir sjónum millum Eysturoynna og Streymoynna, og tí er landið sloppið undan váðanum, sum var tann, at ikki bar til at gera Eysturoyartunnilin. Harafturat eru fíggjarlig og búskaparlig lyklatøl hjá Føroyum betri enn væntað. Landskassaskuldin er goldin niður, og sambært játtanarkarminum verður eisini yvirskot í fíggjarlógini næsta ár. Hann gjørdist heimskendur, tá hann í 1985 tók stig til og fyriskipaði risastóra stuðulstiltakið Live Aid, sum varð hildið í bæði Wembley Stadium í London, Onglandi, og John F. Kennedy Stadium í Philadelphia, USA. Bob Geldof bleiv kendur í 70 og 80 árunum sum sangari í bólkinum Boomtown Rats, ið hittaði við eitt nú I Don t Like Mondays og Rat Trap , sum báðir náddu upp á eitt fyrsta pláss á UK Top 40 hitlistanum. Men tað vóru ikki sangevnini hjá Bob Geldof, men hinvegin Live Aid, ið gjørdu hann heimskendan. Boomtown Rats gavst í 1986, men byrjaði aftur í 2013 og spælir enn. Á Vinnudegnum fer hann, undir heitinum Making a Difference , millum annað at tosa um heimsmálini hjá ST, um tað, hann kallar ethical accountability , og um tørvin á samstarvi fyri at røkka úrslitinum. Ungvalevni.com eitur ein nýggj heimasíða. Tað er ein politiskt og fíggjarliga óheftur pallur, har ung undir 30 ár, ið stilla upp til løgtingsvalið 2019, kunnu vísa á síni hjartamál og politisku meiningar. Sanna Nolsøe Djurhuus hevur gjørt heimasíðuna. Hon saknaði eitt stað, har man skjótt og lætt kundi fáa vitan um tey ungu valevnini. Sjálv ivaðist Sanna Nolsøe Djurhuus í, hvønn hon skuldi velja, og fyri hana er tað avgerðandi at kenna meiningarnar hjá tí valevninum, sum hon velur. Fólkaflokkurin, sum verður størsti flokkur, fær tveir sessir aftrat, og fær 8 tingsessir. Fólkaflokkurin fær 24,1 prosent av atkvøðunum. Fólkaflokkurin, sum verður størsti flokkur, fær tveir sessir aftrat, og fær 8 tingsessir. Fólkaflokkurin fær 24,1 prosent av atkvøðunum. Hvørki Framtakið fyri rættinum at velja kannabis ella Føroyaflokkurin verða umboðaðir í nýggja løgtinginum. Framtakið stendur til at fáa eitt prosent av atkvøðunum. 76 skúlabørn byrja sína skúlagongd á Skúlatrøð í Klaksvík, meðan eingin næmingur byrjar í fyrsta flokki í skúlunum í Fámjin, Kunoy, Haraldssundi, Syðradali og í Skálavík. Eigarafeløgini Undir Kongavarða og Eystan Kongavarða hava kært Tórshavnar kommunu fyri at selja jørð hjá kommununi, uttan at hon er boðin út alment fyrst. Hetta er greitt brot á kunngerðina frá 2000 um alment útboð av kommunalari fastogn, siga feløgini. Kæran er send til Innlendismálaráðið, sum varðar av kommununum. Lendið, sum er 10.500 fermetrar, er selt einum holdingfelagi í Havn, sum ætlar at byggja íbúðir. Lendið er selt fyri 157 krónur fyri fermeturin. Feløgini vilja eisini hava Innlendismálaráðið at geva Umhvørvisstovuni boð um at nokta umsóknini frá Tórshavnar kommunu um at býta sundur matrikulnummarið undir Kongavarða, sum umfatar seldu jørðina. 9.000 fólk á Gran Canaria eru flutt burtur, tí skógareldar breiða seg á feriuoynni. Tamarhald er ikki á eldinum og sløkkiarbeiði er trupult, siga myndugleikarnir. Eldhavið har norðuri á oynni breiðir seg skjótt í turra vøkstrinum, hitin er oman fyri 30 stig onkustaðni, luftin er turr, og tað hevur verið fitt av vindi. Síðsti brandurin kyknaði leygardagin í fjallabygdini Tejada, sum liggur hægst á Gran Canaria, og staðið er væl umtókt hjá bæði ferðafólkum og íbúgvum. Logarnir eru um at gera av við partar av Tamadaba náttúrulundini, sum er eitt stórt friðað náttúruøki, ið røkkur frá ovastu fjøllum til eysturstrondina. Nátturulundin stendur á listanum hjá Unesco fyri sítt lívfrøðiliga margfeldi. Nógvir vegir á Gran Canaria eru avbyrgdir av eldibrandinum, sum brannfólkini kalla eitt monstur, skrivar NRK. Fyribils hóttir eldurin ikki tey stóru ferðafólkamálini við strendurnar. Oddbjørn Joensen, Tróndur Arge og Jákup sá taka samanum 19. umfar í Betri Deildini og byrjanina í PL. Eisini práta vit um VAR Video Assistant Referee er tað blivið og nógv av tí góða Myndugleikarnir í Nepal fingu í farnu viku eina frágreiðing frá einum arbeiðsbólki, sum í fleiri tilmælum vísir á, hvussu tað kann gerast tryggari at koma upp á tindin. Millum annað verður mælt til, at fólk ikki sleppa at klíva upp, uttan at tey áður hava verið á einum øðrum fjalli í Nepal økinum, sum er hægri enn 6.500 metrar. Vit hava tosað við Arna Vatnhamar um støðuna. Arne er higartil einasti føroyingur, sum hevur verið á toppinum á Mount Everest. Tað var 25. mai í 2014. Tilmælini um reglur fyri at koma upp á Mount Everest fevna millum annað um at fjallaklintrarar skulu hava verið á toppinum á einum fjalli í Nepal, sum er minst 6.500 metrar høgt, umframt at teir skulu kunna prógva, at teir hava góða heilsu, og so skulu teir hava ein royndan og góðkendan ferðaleiðara við sær. Hesi krøv koma eftir at 11 fólk eru deyð ella eru horvin í royndini at náa upp á tindin á ovasta fjalli í heiminum. Leif Láadal tosaði við Arna Vatnhamar. Tá kortlagt verður við dronum, flúgva hesar umleið 100 metrar uppi yvir lendinum og taka myndir beint niður. Myndirnar verða nýttar at gera myndakort, hæddarkurvar og onnur teknisk data. Flogternurnar ætla sær í verkfall, um Føroya Arbeiðsgevarafelag og Atlantic Airways framhaldandi nokta at samráðast við danska Flyvebranchens Personale Union um ein nýggjan lønarsáttmála. Uttan ein sáttmála, og ta verju, ein sáttmáli gevur, torir eingin at vera álitsfólk fyri flogternurnar. Tí ynskja vit, at FPU samráðist vegna okkum. Við eini verkfalsávaring, vóna vit, at felagið skilir, at vit meina tað í álvara, verða limirnir í Súluni siteraðir fyri at siga. Stríðið byrjaði, tá flogternurnar hjá Atlantic Airways í fjør heyst einmælt samtyktu at lima seg inn í danska Flyvebranchens Personale Union, ella bara FPU, tí tær vildu hava danska felagið at samráðast um ein nýggjan lønarsáttmála fyri seg. Føroya Arbeiðsgevarafelag vil einans samráðast við føroyska felagið hjá flogternunum, sum eitur Súlan. Men Súlan hevur í løtuni onga nevnd og er tí ikki viðtøkufør, tí leiðslan í Atlantsflogi í juni segði upp bæði forkvinnuna og næstforkvinnuna í felagnum. Í síðstu viku boðaði leiðslan í Atlantsflogi so frá, at fleiri av flogternunum, sum búgva í Keypmannahavn, nú skulu hava arbeiðsstað í Vágum. Stjórin í Atlantic Airways, Jóhanna á Bergi, vísti aftur, at avgerðin um at flyta arbeiðsstaðin hjá flogternunum hevði nakað við stríðið um nýggja sáttmálan at gera. Flytingin komst av bygnaðarligum broytingum. Smápartafelagið hjá Erlingi Bech, 135 GX Hoyvík, vann sakarmálið móti smápartafelagnum hjá Birgiri Nielsen, Nira, um bygningin á Kirkjustræti 2 í Hoyvík. Sp f Nira stevndi sp f 135 GX Hoyvík eftir 50.000 krónum, sum Nira metti seg at hava rætt til sum ómaksløn fyri at selja bygningin í juni í fjør. Tí møguliga eru eisini hendir feilir fyri 2012. Og tá kann stóra málið um skeivar upplýsingar hjá politinum í Danmark um fartelefonir og telemastrar fáa áhuga í Føroyum. Drápsmálið í Eysturoynni, tá tann 42 ára gamli Dánjal Petur Hansen í Runavík varð fyribeindur, byjaði í 2011. Í tí málinum brúkti ákæruvaldið nógvar upplýsingar um fartelefonir og telemastrar. Anfinn V. Hansen, sum var verji hjá 33 ára gamla Milan Kolovrat, sum varð ákærdur og dømdur fyri drápið, sigur, at hann hevur einki frætt frá ákæruvaldinum nú um hetta málið. Anfinn V. Hansen veit heldur ikki, um upplýsingarnar, sum politiið í Føroyum fær frá telemastrum, eru líka ivasamar sum tær, politiið í Danmark fær. ST sáttmálin ásetir Føroya Landsstýri at tryggja, at fólk, ið bera brek, fáa tey rættindi, sum eru ásett í sáttmálanum. Føroyar liva tó ikki í nóg stóran mun upp til ST sáttmálan. Tað sigur MEGD, sum nú roynir at varpa ljós á 10 hjartamál hjá felagnum. Áhugin fyri, at útbúgva seg til kommunulækna er vaksandi, og heldur góða gongdin fram, røkka vit vónandi málinum um, at hava 35 føroyskar kommunulæknar um nøkur fá ár. 15 ára gamla Ibtisam roynir at liva soleiðis, sum væntað verður av henni sum góður muslimur, samstundis vil hon hava spennandi ungdómslív. Boris Johnson hevur skrivað ES forsetanum, Donald Tusk, bræv, har hann heitir á ES um at strika regluna um markið millum Norðurírland og Írland. Avtalan, sum Theresa May, fyrrverandi forsætisráðharri, gjørdi við ES, sigur, at markið millum Norðurírland, sum hoyrir til Bretland, og ES landið Írland skal vera opið, til Bretland hevur gjørt eina handilsavtalu við ES. Men tey, sum finnast at hesi regluni, teirra millum Boris Johnson, stúra fyri, Bretland noyðist at ganga undir ES treytir í óásetta tíð. Morguntingið er ein løtt politisk sending, har nýggj valevni fáa møguleika at greiða frá, hví tey stilla upp til løgtingsvalið 2019. Í sendingini hitta vit fýra valevni frá fýra ymiskum flokkum, sum ikki hava verið stillað upp til løgtingsval fyrr. Endamálið við sendingini er at hava eina lætta sending, sum ikki í saman mun er merkt av spenningi millum flokkarnar, men har lurtarin fær høvi at kenna nýggju valevnini. Í Morguntinginum verða valevnini spurd av vertinum, hví tey hava valt at stilla upp til løgtingsvalið, og tey verða spurd um hvørji hjartamál teirra eru. Valevnini frá hinum flokkunum fáa møguleika at viðmerkja hjartamálini hjá ymsu valevnunum. Lurtarar fáa eisini høvi at seta valevnunum spurningar við at skriva inn. Spurningarnir frá lurtarunum kunnu bæði verða til hvørt einkulta valevni, men eisini breiðir spurningar. Aftur her verður møguligt hjá hinum valevnunum at viðmerkja spurningarnar til valevnini. Morgunblaðið ber hesi tíðindini í dag. Sambært íslendska miðlinum er familjan hjá Heimir flutt aftur til Íslands og Heimir sjálvur ger tað sama, tá landskappingin her heima endar í oktober. Heimir Guðjónsson vann í fjør bestu føroysku fótbóltsdeildina hjá monnum, umframt at hann førdi HB í steypafinaluna, sum HB tapti í móti B36. Lena Jacobsen, lærari, hevur kannað, hvussu føroyski fólkaskúlin megnar at taka ímóti børnum hjá tilflytarum.Hetta hevur hon gjørt í eini uppgávu á læraraskúlanum. Uppgávan ber heitið Avbjóðingar hjá tilflytarabørnum í føroysku fólkaskúlunum . Umframt, at evnið er aktuelt, hevur hetta eisini persónligan áhuga hjá Lenu, tí hon hevur sjálv upplivað, hvussu tað er at vera barn hjá tilflytara. Mamma Lenu er úr Tailandi, og pápin er úr Føroyum. Krenkarin varð dømdur, tá Marjun var 14 ára gomul, altso fýra ár eftir at ágangurin steðgaði. Maðurin fekk eitt ár treytaðan dóm og skuldi gjalda Marjuni 15.000 krónur. Í dag er Marjun Tausen 26 ára gomul, men truplu barnaárini við ágangi ávirka enn lívsgóðsku hennara. Marjun heldur, at skipanin í alt ov lítlan mun loftar teimum, ið eru fyri kynsligum ágangi. Hon heldur, at dómurin er alt ov linur, og at skipanin í alt ov lítlan mun veitir sálarfrøðiliga hjálp til tey, ið verða útsett. Íbúgvar á Signabø, í Runavík, í Fuglafirði og í Klaksvík hava seinastu árini gramt seg um ljóðdálking. Og ljóðdálking er heilsuskaðilig, sigur Pál Weihe, yvirlækni. John Goodlad hevur fyrilestur í Finsen í kvøld klokkan 19.30. Fríggjakvøldið verður hann á Sandi og leygarkvøldið á Seglloftinum á Tvøroyri, eisini klokkan 19.30. Søgan um at Donald Trump ikki kemur til Danmarkar kortini, tí Grønland ikki er til sølu, vekir bæði ans og undran í øllum teimum stóru miðlunum. Í einum uppfylgjandi boðum á Twitter skrivar forsetin, at Mette Frederiksen við at vera so avgjørd, tá hon hevur afturvíst at selja Grønland, hevur spart bæði USA og Danmark fyri útreiðslur og stríð. Tað takki eg henni fyri, og eg gleði meg til at finna ein nýggjan dag til eina vitjan í framtíðini, skrivar Donald Trump, forseti. Og fleiri danskir politikarar ógvast við boðini frá Trump. Nógv hava fyrireikað seg til vitjanina. Kongshúsið staðfestir bara yvir fyri DR, at vitjanin verður av ongum og hevur ikki meira at siga. Dansk Industri sigur seg harmast avgerðina, tí hetta var ein einastandandi møguleiki at fáa samskifti við amerikanska forsetan um týdningarmikil mál fyri Danmark, til dømis at USA hevur tikið seg úr París veðurlagsavtaluni. Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur boðað frá, at hann fór at luttaka á fundinum við Donald Trump, sum skuldi vera 2. og 3. september, men tað verður so av ongum. Antarktis við Suðurpólin er býtt í tveir partar Eystur og vestur. Eystari parturin á Suðurpólinum er meiri støðugur, og hin parturin er óstøðugari. Granskarar hava leingi hildið eyga við vestara partinum á Suðurpólinum, tí stóri ískappin kann kollapsa, so hvørt jørðin verður heitari. Í síðstu viku prógvaðu granskarar í tíðarritinum Nature Geoscience, at mannaskapt upphiting hevur broytt vindarnar í havinum við Suðurpólin. Vit hava nú prógv fyri, at virksemi hjá menniskjum hevur ávirkað ta hækkingina í havinum, sum vit síggja við Vesturantarktis, sigur polargranskarin frá British Anarctic Survey, Paul Holland, við National Geographic. Granskarar hava funnið útav, at vindarnir við Vesturantarktis eru vorðnir antin veikari ella hava skift kós. Tað hevur fingið havið at broytast, so at meira ísur bráðnar, tí vindarnir fáa heitari sjógv tættari til meginlandið og harvið teir stóru jøklarnar. Luttakarar Poula Patursson, Beate L. Samuelsen, Birgir Djurhuus, Hanna Flóvinsdóttir, Finn Dannberg, Marjun Dalsgaard og Kaj Joensen. Nú Fróðskaparsetrið er farið undir nýtt lestrarár, er eisini ein nýggj útbúgving byrjað á Føroyamálsdeildini. Sjøtul verður settur á nýggju útbúgvingina í listaligum arbeiði, har tilsamans 15 fólk fara at lesa. Útbúgvingin er býtt sundur í tvær leiðir ritlist og tónlist. 26 umsóknir vóru til útbúgvingina í listaligum arbeiði. 16 fingu tilboð um lestrarpláss og 15 hava tikið av níggju á ritlist og seks á tónlist. Hóast hesar báðar útbúgvingarnar á Føroyamálsdeildini ikki líkjast og hava hvør sínar arbeiðshættir, verða ivaleyst fleiri sínámillum ágóðar, sum fara at styrkja lestrarumhvørvið á deildini, sigur Føroyamálsdeildin. Annars er kjarnuútbúgvinginin á Føroyamálsdeildini, sum vant, føroyskt mál og bókmentir. Í alt 12 byrja at lesa BA í føroyskum máli og bókmentum, ein byrjar hjánámslestur og seks nýggj lesandi leggjast afturat á MA náminum. Felagið hevur sent eitt skriv til allar politisku flokkarnar, har tey gera vart við síni ynskir, men ikki nógvir flokkar hava svarað teimum aftur. Beate L. Samuelsen vitjaði í Summarmorgni, har hon greiddi frá teimum fýra málunum, sum tey ynskja, at politikararnir taka við í skránna áðrenn valið. Soleiðis kann í stuttum sigast um luttøku á Team Rynkeby, og Finn Danberg var í útvarpsstovuni og segði frá, um hvør kann søkja og hvussu valt verður, hvør kemur við á liðið, ið skal súkkla til París næsta summar. Tingini hanga ikki saman. Vt kunnu ikki fíggja meira útreiðslur við minni inntøkum, tað er eitt misljóð. Tí heita vit á flokkarnar um at koma við meira heildarkendum loysnum, ið umfata bæði inntøkur og útreiðslur. Tað sigur Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum, nú Kommunufelagið ger vart við, at økið, sum kommunurnar í stóran mun varða av, meira og meira verða hálað inn í valstríðið. Felagið biður nú valevnini um ikki at lova pengar úr kommunukassunum. Kommunufelagið sigur, at nógv vallyfti hava stóra ávirkan á kommunala geiran. Felagið nevnir skattalættar, skattafrítt útgjald úr Samhaldsfasta, frádrátt fyri limagjald til yrkisfeløg, normeringar á eldraøkinum og á dagstovnaøkinum, sama tænastustig um alt landið, styttri arbeiðsviku og fyrireikingartíð. Hesi lyfti hava øll fíggjarligar avleiðingar fyri kommunukassarnar, sigur Kommunufelagið. Felagið biður valevni hugsa um heildina og ikki koma við vallyftum, sum minka inntøkurnar og økja útreiðslurnar hjá kommununum. Kommunufelagið saknar, at flokkarnir greitt boða frá, hvussu teir grundleggjandi vilja hava, at viðurskiftini millum land og kommunur verða skipað. Felagið vil hava at vita, við hvørjum fortreytum, kommunurnar skulu reka málsøki, sum tær hava fingið frá landinum. Skipað verður fyri nógvum valfundum kring landið, men teir eru ofta ov nógv stýrdir antin av orðstýrarunum ella av teimum væl samansettur og gjøgnumarbeiddu valskránnum hjá politisku flokkunum. Tørvur er tí á veljarafundum, har veljararnir sleppa til orðana og at seta dagsskránna, og har politikararnir tora at siga sína hjartans, persónligu meining. Tað halda tey í Sjónleikarhúsinum í Havn, har tað í kvøld verður skipað fyri veljarafundi, har veljarin sleppur at seta spurningar til politikaran, sum ikki er sloppin at gera eitt svar heimanifrá, siga fyriskipararnir Hanna Flóvinsdóttir og Birgir Djurhuus. Fundurin verður sambært fyriskiparunum ein spennandi, øðrvísi og stuttligan veljarafund av tí góða gamla slagnum har tað næstan er loyvt at roykja inni, og rópa í høvdið á hvørjum øðrum , og eitt nú verður durasnapsur skonktur. Fundurin verður ikki filmaður, stroymaður, facebookaður, og tí kunnu úttalilsini ikki brúkast ímóti politikarunum seinni. Tí vænta og vóna fyriskipararnir, at bæði politikarar og áhoyrarar tora at tosa frá hjartanum, og at kjakið verður lívligt. Morguntingið er ein løtt politisk sending, har nýggj valevni fáa møguleika at greiða frá, hví tey stilla upp til løgtingsvalið 2019. Trý valevni frá trimum ymiskum flokkum eru við í hvørjari sending. Fyri at luttaka í sendingini skal valevni ikki hava verið stillað upp til løgtingsval fyrr. Endamálið við sendingini er at hava eina lætta sending, sum ikki í saman mun er merkt av spenningi millum flokkarnar, men har lurtarin fær høvi at kenna nýggju valevnini. Í Morguntinginum verða valevnini spurd av vertinum, hví tey hava valt at stilla upp til løgtingsvalið, og tey verða spurd um hvørji hjartamál teirra eru. Valevnini frá hinum flokkunum fáa møguleika at viðmerkja hjartamálini hjá ymsu valevnunum. Lurtarar fáa eisini høvi at seta valevnunum spurningar við at skriva inn. Spurningarnir frá lurtarunum kunnu bæði verða til hvørt einkulta valevni, men eisini breiðir spurningar. Aftur her verður møguligt hjá hinum valevnunum at viðmerkja spurningarnar til valevnini. Amerikanski forsetin var eftir øllum at døma til reiðar at rinda nógvan pening fyri at keypa Grønland umframt at gjalda heildarveitingina, sum Danmark letur Grønlandi um árið. Ta skrivar Washington Post, sambært Ritzau. Blaðið endurgevur tvær ónevndar keldur, sum vita nógv um keypsætlanina hjá Donald Trump. Washington Post skrivar, at USA var til reiðar at rinda Danmark 600 milliónir dollarar um árið, sum svarar til upphæddina, sum Danmark rindar Grønlandi í heildarveiting um árið. Heildarveitingin úr Danmark til Grønlands næsta ár verður 3,9 milliardir krónur, stendur í uppskotinum til fíggjarlog, sum varð lagt fram herfyri. Heildarveitingin er 55 prosent av øllum inntøkunum hjá grønlendska landskassanum. Bæði grønlendski landsstýrisformaðurin, Kim Kielsen, og danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, hava gjørt greitt, at Danmark er ikki til sølu. Grønland er ikki til sølu. Grønland er ikki danskt. Grønland er grønlendskt. Eg vóni ikki, at hetta var meint í álvara, segði Mette Frederiksen, tá hon var á almennari vitjan í Grønlandi sunnudagin. Flokkar bjóða seg fram við valskrá við ymiskum hjartamálum, men politikkur snýr seg eisini um at raðfesta, tí politiska skipanin hevur ikki óavmarkaðar inntøkur at ráða yvir. Tí eiga valskráirnar eisini at siga, hvussu vallyftini skulu fíggjast, og hvussu tamarhald fæst á skjótt vaksandi almennu útreiðslunum, sigur Arbeiðsgevarafelagið. Munandi partur av almenna útreiðsluvøkstrinum seinastu árini er grundaður á at forskatta pensjónir og frá óvissum avgjøldum á ali og fiskivinnuni. Verkfalsávaringin frá flogternunum í Atlantic Airways, sum danska fakfelagið FPU hevur sent flogfelagnum, er bara galdandi fyri flogternurnar, sum hava arbeiðsstað í Danmark. Harvið er tað eitt danskt arbeiðsmarknaðarmál, sigur Bogi Jacobsen, formaður í Føroya arbeiðsgevarafelag, sum einki ætlar sær at gera við málið. Hann finst hvassliga at danska FPU, sum er fakfelagið hjá flogtænastufólkum, fyri at royna at gera innrás á føroyska arbeiðsmarknaðin. Tvey fólk, sum dagliga selja og keypa gamlar lutir, fáa 10.000 krónur í part at handla fyri. Seinni verða lutirnir mettir av serkønum, og dagsins vinnari er tann, sum fær hægstu meting. Í februar 2015 er vinadystur í fótbólti í Teheran. Lond úr øllum heiminum eru við, og sum mótmæli ímóti, at kvinnum ikki er loyvt at vera á ítróttarøkinum til dyst, fara Anna og Farvash avstað sum fyriskiparar fyri eitt svenskt manslandslið. At hjálpa sær hava tær ein venjara, sum er kendur í heimlandi sínum iranska fyrrv. landsliðsvenjara, Abbas Razavi. Hetta er fyrsti leikdagur í Iran. Spurningurin er, um Anna og Farvash fáa loyvi at fylgja liði sínum inn á leikvøllin. Havrannsóknarskipið kemur til Føroya fyrst í september. Sambært Havrannsóknarstovuni kemur skrokkurin úr Litava til Føroya mikudagin 4. september. Í mai 2017 skrivaðu Fiskimálaráðið og skipasmiðjan MEST undir sáttmála um at byggja rannsóknarskip. MEST fekk síðani Western Baltic Shipyard í Litava at gera skrokkin. Skrokkurin verður sjósettur leygardagin 31. august. Síðani verður hann sleipaður til Føroya, og skipið verður gjørt liðugt á Skála. Skipið skal verða liðugt næsta summar. Havrannsóknarskipið er mett at kosta 300 milliónir krónur. Tá er studningurin úr landskassanum taldur við. Týski samveldiskanslarin, Angela Merkel, nevnir nú møguleikan fyri at finna eina skjóta loysn á spurninginum um markið millum Norðurírland og Írland í sambandi við Brexit. Tað hevur verið sagt, at vit fara at finna eina loysn um eini tvey ár. Men vit kunnu eisini finna eina loysn næstu 30 dagarnar, segði Angela Merkel á tíðindafundinum, sum hon og Boris Johnson hildu eftir fundin. Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, vitjaði Merkel í Berlin í gjár. Boris Johnson váttar, at hann hevur fingið 30 dagar at koma við uppskotum um, hvussu spurningurin um markið kann loysast. Avtalan, sum Theresa May, fyrrverandi forsætisráðharri, gjørdi við ES, sigur, at markið millum Norðurírland, sum hoyrir til Bretland, og ES landið Írland skal vera opið, til Bretland hevur gjørt eina handilsavtalu við ES. Men tey, sum finnast at hesi regluni, teirra millum Boris Johnson, stúra fyri, Bretland noyðist at ganga undir ES treytir í óásetta tíð, og tí eigur reglan um markið at verða strikað. ES hevur gjørt greitt, at samráðst verður ikki meira við Bretland um Brexit, og bretski forsætisráðharrin hevur sagt, at Bretland fer úr ES 31. oktober, sama um nøkur avtala verður gjørd ella ikki. Svenska løgreglan hevur tikið tveir menn aftrat í málinum um spreingingina uttan fyri bygningin hjá Skattastýrinum í Keypmannahavn 6. august. Tað skrivar svenska blaðið, Sydsvenskan. Løgreglan í Keypmannahavn hevur váttað tíðindini. Óvist er, um teir báðir menninir játta ella nokta seg sekar. Nú eru tilsamans fýra persónar skuldsettir í málinum. Tríggir sita í varðhaldi, og ein gongur leysur, hóast hann hevur verið eftirlýstur um allan heim. Rætturin í Malmø avgjørdi fríggjadagin, at ein 22 ára gamal maður, sum situr varðhaldsfongslaður, skal útflýggjast Danmark. Óvist er, um maðurin fer at kæra avgerðina um at verða útflýggjaður. Eitt fólk fekk skaða av spreingingini uttan fyri bygningin hjá Skattastýrinum í Keypmannahavn 6. august. Klædningurin á bygninginum fekk stóran skaða. Leygardagin var fernisering við Neil Stewart í Myndlist. Neil hevur føroyska mammu og skotskan pápa og hevur búð í Skotlandi alt sítt lív. Í samband við hesa framsýningina hevði Neil langar samrøður við mammu sína, har hann lurtaði eftir søgum, sum lýstu hennara barndóm í Føroyum. Hesar søgur brúkti hann til at skapa hesa framsýning. Flestu tilmælini í demensætlanini fyri Føroyar frá 2015 Demensvinarligt samfelag eru framvegis ikki framd í verki, og demensøkið verður sum heild ikki raðfest nóg høgt. Tað heldur Alzheimersfelagið, sum heitir á politikararnir um at raðfesta økið hægri aftaná valið. Mest átroðkandi er at seta á stovn ein vitanardepil um demens, seta fleiri landsdemenssamskiparar og sum heild at samskipa hjálpina til fólk við demens og teirra avvarðandi betur, heldur felagið, sum metir kostnaðin fyri tað verða umleið 3 milliónir krónur. Eisini vanta framvegis tilboð til fólk við demens undir 67 ár, sum Almannaverkið hevur ábyrgdina av. Eitt dagtilboðið er sett á stovn í Skotarók í Havn, og er tað gott og vælvirkandi, men tørvur er á fleiri tilboðum, heldur Alzheimerfelagið, sum eisini vísur á, at brúkararnir ikki fáa koyring til dagtilhaldið, og at hetta leggur eitt sera stórt trýst á tey avvarðandi. Sunnudagin var pilotverkætlanin Demensvinarligt samfelag løgd fram í Østrøm. Æltanin er ein kanning og verkætlan samskipað av Heimatænastuni í Vágum og Demensklinikkini, og úrslitini vísa, at stórur tørvur er á at samskipa hjálpina til demenssjúk og avvarðandi betri. Í samband við verkætlanina var ráðgeving og onnur tiltøk sett á stovn í Heimatænastuni í Vágum, sum skulu bøta um støðuna, og átti líknandi átøk eisini verið sett á stovn í restina av landinum, halda Marjun Restorff og Lis Hansen, sum hava verið við til at gjørt verkætlanina. Lurtið eftir samrøðuni við Ann Mari Jensen, forkvinnu í Alzheimerfelagnum, Marjun Restorff, skrivara í Alzheimerfelagnum og leiðara á Demensklinikkini, og Lis Hansen landsdemenssamskipara. Næmingar í øðrum flokki í skúlanum á Fløtum hava hesa vikuna evnisviku um løgtingsval og politikk, tí tað er ein skylda hjá skúlunum at læra næmingunum í smáu flokkunum um politikk, heldur Katrin Dagbjartsdóttir, lærari hjá ørðum flokki í Skúlanum á Fløtum. Næmingarnir í dag fáa upplýsingar úr fleiri miðlum enn fyrr, og hoyra og síggja tí meira til eitt nú løgtingsval enn fyrr. Tí er tað ein skylda hjá skúlunum at læra næmingarnir um hesi evnir , heldur Katrin Dagbjartsdóttir, sum tó vísir á, at tað skal verða upp til lærararnar og skúlarnar, hvussu hetta verður gjørt og í hvønn mun. Undirvísingartilfar er til vega til skúlarnar at brúka, og er hetta tí eisini eitt evni, sum flestu skúlarnir viðgerða í undirvísingini, sigur Katrin. Næmingarnir í øðrum flokki í Skúlanum á Fløtum hava millum annað talt valplakatir, og vitjaðu í gjár eisini í Kringvarpinum, har teir fingu høvi at royna seg sum politikarar. Neyðugt er, at varpa meira ljós á ADHD, og at tey sum hava ADHD, avvarðandi og ikki minnst fakfólk fáa meira vitan og upplýsingar um ADHD og hvussu fólk við ADHD kunnu fáa hjálp, vísir Maibritt Hansen, skrivari í ADHD felagnum, á. Maibritt Hansen fekk sjálv staðfest ADHD sum 40 ára gomul, og fekk ikki fyrr enn tá røttu viðgerðina, og hevur hetta broytt hennara lív. Hon verður ein av teimum, sum fer at fortelja sína lívssøgu á tiltakinum sunnudagin. Tormóður Stórá, yvirlækni, fer eisini at greiða frá um ADHD, ADHD felagið úr Íslandi greiðir frá um skipanina í Íslandi og Lærarafelagið, Pedagogfelagið og Niclas Heri Jákupsson fara at hava upplegg um ADHD. Hoyr sendingina her Luttakarar, Bogi F. Sigurstein, Steinbjørn Olsen, Katrin Dagbjartsdóttir, Liz Castillo, Ann Mari Jensen, Liss Hansen, Marjun Restorff og Maibritt Hansen Sólarn og Marni Isaksen, sum hava fiskað hummara í Haraldssundi síðani 1986, kærdu, tí teir sleppa ikki at royna eftir hummara á einum ávísum stað longur. Løgfrøðingurin er svigarinna sakføraran hjá Bakkafrosti, sum hevur kravt og fingið viðhald í, at hummararfiskimenninir skuldu gevast at seta rúsur á fjørðinum, sum er góðkent aliøki hjá Bakkafrosti. Sólarn og Marni Isaksen hava framvegis eina vón um at sleppa útaftur í Haraldsund at seta hummararúsir. Tað hava teir gjørt síðani ávikavist 1986 og 1990. Bakkafrost hevur loyvi at ala í Haraldsundi, men til í ár, hava aliringarnir ligið so langt inni, at hummarafiskararnir hava kunnað sett rúsur longri úti, og fingið fitt burturúr. Men broytingar á aliøkinum fyrr í ár, høvdu við sær, at Bakkafrost fekk loyvi at fara longur út í sundið við ringunum. Heilsufrøðiliga starvsstovan boðaði í tí sambandi Sólarn og Marni Isaksen frá, at teir skuldu flyta sína hummaraútgerð. Hummarafiskararnir kærdu avgerðina, og kravdu, at Bakkafrost ikki slapp at seta aliútgerð upp longri úti í sundinum, meðan kæran varð viðgjørd í Vinnukærunevndini. Hummarafiskararnir fingu ikki viðhald í sínum kravi um, at útbyggingar hjá Bakkafrost skulu steðga, meðan kæran varð viðgjørd, og teir fingu samstundis boð um at flyta sína hummaraútgerð burtur haðani Bakkafrost vildi leggja nýggju útgerð sína. Hesa avgerð tók formaðurin Vinnukærunevndini tann 15. juli í ár. Umboð fyri hummarafiskararnar kærdu avgerðina til Løgtingsins Umboðsmann, tí teir mettu at tann løgfrøðingur, sum vegna Vinnukærunevndina hevði havt malið um hendi, var ógegnig. Víst varð á, at Beinta Festurstein, løgfrøðingur hjá Kærustovninum, er systir konuna hjá sakføraranum hjá Bakkafrost, Christian Andreasen, og tí ikki eigur at vera partur av málinum. Løgtingsins umboðsmaður fór síðani til Kærustovnin við gegnisspurninginum. 13. august boðaði Kærustovnurin frá, at málið skuldi viðgerðast í Vinnukærunevndini av nýggjum, við øðrum løgfrøðingi við róðrið. Kærustovnurin ásannaði, at sambært fyrisitingarligum rætti, var avgerðin ógyldug, tí ein persónur, sum hevði tikið lut í viðgerðini, var ógegnigur. Tað gekk skjótt at fáa avgreitt málið av nýggjum, og niðurstøðan bleiv tann sama, sum við fyrru málsviðgerðini. Bakkafrost kundi flyta alingina longur út í sundið og hummarafiskararnir skuldu flyta sína útgerð. Málið heldur nú fram í Vinnukærunevndini. Stjórin fyri Kærustovnin, Anja Hovgaard, sigur við Kringvarpið, at partanir nú skulu hoyrast. Hon dugir ikki at siga, hvussu leingi tað tekur at koma til eina endaliga avgerð. Tað kann ganga skjótt, men tað kunnu eisini ganga tríggir mánaðir, sigur hon. Kvinnuhúsið søkti um undantaksloyvi 31. mai, og Javnstøðunevndin var samd um at geva undantaksloyvi, sigur Ólavur Ellefsen, formaður í Javnstøðunevndini. Tað kann nevndin gera sambært javnstøðulógini. Í lógini stendur, at ikki er loyvt at lýsa eftir fólki til arbeiðis, har tað á nakran hátt bendir á, at annað kynið hevur fyrimun, uttan so at starvið er treytaleyst kynsbundið. Men so stendur eisini, at í heilt serligum føri kann Javnstøðunevndin geva undantaksloyvi. Og leiðarin í Kvinnuhúsinum er eitt heilt serligt føri, heldur Javnstøðunevndin. Kvinnuhúsið søkir eftir persóni til leiðarastarvið. Men ikki fyrr enn førleikarnir hjá umsøkjarum verða nevndir, kemur undan kavi, at søkt verður eftir kvinnu. Har stendur, at umsøkjarin dugir at vera rólig í truplum støðum. Hetta er einasta ábending í lýsingini um, at søkt verður eftir kvinnu. Thor og Sandoy Sefood hava enn eina ferð biðið um at fáa freistina longda at geva Fiskimálaráðnum endaligt svar um menningarkvotuna. Freistin er nú longd til eina ferð í september. Men so verður hon ikki longd meira, sigur Rógvi Reinert, aðalstjóri í Fiskimálaráðnum. Morguntingið er ein løtt politisk sending, har nýggj valevni fáa møguleika at greiða frá, hví tey stilla upp til løgtingsvalið 2019. Trý valevni frá trimum ymiskum flokkum eru við í hvørjari sending. Fyri at luttaka í sendingini skal valevni ikki hava verið stillað upp til løgtingsval fyrr. Endamálið við sendingini er at hava eina lætta sending, sum ikki í saman mun er merkt av spenningi millum flokkarnar, men har lurtarin fær høvi at kenna nýggju valevnini. Í Morguntinginum spyr verturin valevnini, hví tey hava valt at stilla upp til løgtingsvalið, og tey verða spurd um, hvørji hjartamál teirra eru. Valevnini frá hinum flokkunum fáa møguleika at viðmerkja hjartamálini hjá ymsu valevnunum. Lurtarar fáa eisini høvi at seta valevnunum spurningar við at skriva inn. Spurningarnir frá lurtarunum kunnu bæði verða til hvørt einkulta valevni, men eisini breiðir spurningar. Aftur her verður møguligt hjá hinum valevnunum at viðmerkja spurningarnar til valevnini. Á facebook er ein bólkur við 300 pápum, sum ynskja at broyta lógina, tá tað snýr seg um foreldramyndugleikan. Teir ynskja, at felagsforeldramyndugleiki er galdandi, tá barnið verður føtt. Felags fyri páparnar á bólkinum er, at teir ikki liva saman við mammuni at barninum og kenna seg fyri mismuni, tá tað snýr seg um rættin til barnið ella børnini. Hetta er eitt tabu. Pápar tora ikki at gera ov nógv vart við seg, tí so kann tað ávirka rættin til barnið skeiva vegin, sigur Jógvan Páll Hansen, sum er ein av limunum í bólkinum. Lógin sigur, at er tað mamman, ið hevur foreldramyndugleikan einsamøll, uttan so at tit sum foreldur hava gjørt avtalu um felags foreldramyndugleika. tit vóru gift, tá barnið varð borið í heim. tit giftust eftir, at barnið varð borið í heim. tit vóru sundurlisin, tá barnið varð borið í heim, men síðani fluttu saman aftur. tit hava sent latið Familjufyrisitingini ella Føroya Rætti eina avtalu um felags foreldramyndugleika. Í øllum øðrum førum enn omanfyristandandi, hevur mamman foreldramyndugleikan einsamøll, sambært foreldramyndugleikalógini. Amerikanski uttanríkisráðharrin, Mike Pompeo, tosaði í gjár í telefon við danska starvsbróður sín, Jeppe Kofoed, um møguleikan fyri størri samstarvi millum USA og Danmark í Arktis, eisini um Grønland. Danski uttanríkisráðharrin, Jeppe Kofoed, hevur skrivað á Twitter, at hann og Mike Pompeo hava váttað sterku bondini, sum framvegis eru millum Danmark og USA. Donald Trump gjørdist firtin, tá Mette Frederiksen, forsætisráðharri, segði, at ætlan forsetans um at keypa Grønland var skilaleys. Tað var eftir øllum at døma orsøkin til, at Donald Trump avlýsti ferð sína til Danmarkar. Útsøgnin hjá Mette Frederiksen var andstyggilig og óhóskandi. Hon kundi bara svarað, at hon hevði ongan áhuga fyri málinum, sigur amerikanski forsetin. Mette Frederiksen, forsætisráðharri, sigur, at hon ætlar sær ikki í orðadrátt við nakran, heldur ikki amerikanska forsetan, og Grønland stendur ikki á sølulista, sigur hon. Í veljarakanningini, har Spyr.fo spurdi 500 veljarar týskvøldið, varð eisini hesin spurningur settur Hvørjar miðlar hevur tú brúkt til at kunna teg í sambandi við løgtingsvalið Tey spurdu høvdu møguleika at geva fleiri svar. Men nógv tey flestu, 45,6 prosent tilsamans, søgdu seg leita sær kunning í valsendingunum, sum eru í sjónvarpinum. Facebook hjá valevnum og flokkum er næstmest brúkti kunningarmiðil, valsendingarnar í útvarpinum kemur á triðja plássi og lesarabrøv á netinum á fjórða. 30 prosent av hesum verður býtt javnt millum flokkarnar, og 70 prosent verða býtt millum flokkar og uttanflokkatingmenn eftir atkvøðutali á seinasta løgtingsvali. Í samband við løgtingsvalið hevur Dátueftirlitið sent kunning út um, at tað sambært persónsupplýsingarlógini er ólógligt at nýta skipaða viðgerð av politisku sannføring veljarans, til at sannføra veljarar um at velja ávísan flokk. Dátueftirlitið sendir ikki hetta út, tí tað hevur illgruna um, at slík viðgerð av persónsupplýsingum verður nýtt í valstríðnum í Føroyum. Men Dátueftirlitið vísir á, at politiskir flokkar uttanlands hava nýtt skipaða viðgerð av persónsupplýsingum í valstríðnum, til millum annað at senda útvaldum veljarum lýsingar og ósannindi fake news . Hetta er ólógligt sambært føroysku persónsupplýsingarlógini. Dátueftrilitið hevur millum annað skyldu at upplýsa, og tí senda vit hesa kunning út nú undan valinum, sigur Unn Krákustein, løgfrøðingur og fulltrúi í Dátueftirlitinum. EM fyri seyðahundar byrjaði í gjár, og fýra hundar og eigarar teirra umboða í ár Føroyar í kappingini. Teir eru Linn og Glenn hjá Tummas Jacobsen, Midge við Onnu Sofiu Fjallheim og Køp hjá Páll Poulsen. Tummas Jacobsen sigur, at í gjár gekk eitt sindur strilti hjá hundunum at reka seyðin, tí seyðurin er størri og hevur ørðvísi atburð enn føroyski seyðurin, og eisini er tað lutfalsliga heitt í Týsklandi. Hetta hevði við sær, at føroysku hundarnir ikki komu víðari til finaluna í gjár. Men fleiri kappingar eru á skránni í dag og í morgin, og Tummas Jacobsen vónar, at tað fer at ganga betri, so tað fer at eydnast at koma í finaluna. Hoyr sendingina her, Luttakarar, Unn Krákustein, Rigmor Dam, Georg L. Samuelsen, Jógvan D. Hansen, Brandur í Funningsstovu, Sólgerð Andreasen og Tummas Jacobsen. Lógin skal forða fyri, at svartir pengar gerast lógligir, tí teir verða, sum sagt verður, vaskaðir hvítir, tað er, at pengar, sum stava frá brotsgerðum, verða gjørdir lógligir. Fíggjarnevndin hjá løgtinginum segði, tá hon viðgjørdi málið í vár, at tað er týdningarmikið fyri Føroyar, at lóggávan á hesum økinum er dagførd og á sama stigi sum lóggávan í ES og grannalondum okkara annars. Altjóða felagsskapurin, Financial Action Task Force, ger meginreglurnar um, hvussu londini eiga at gera lógir, sum forða fyri, at pengar verða vaskaðir hvítir, og yvirgangur verður fíggjaður. Landsgrannskoðanin, sum umsitur skipanina fyri Fíggjarmálaráðið, hevur fingið nakrar fráboðanir, sigur Beinta Dam, landsgrannskoðari. Beinta Dam vil ikki siga, hvussu nógvar fráboðanir eru komnar, og hvussu nógvar eru afturvístar. Eingin góðkend fráboðan er endaliga avgreidd enn. Mannagongdin er tann, at umfatar varskógvaralógin fráboðað viðurskifti, letur Landsgrannskoðanin upplýsingarnar til avvarðandi aðalstjóra. Aðalstjórin skal síðani seta í verk, fylgja við einari kanning og enda hana. Men tey skulu ikki brúka varskógvaraskipanina, fyrr enn aðrir møguleikar eru royndir, so sum løgtingins umboðsmaður ella fakfeløg.Á tí fundinum fer formansskapurin væntandi eisini at viðgera yvirskipaðu reglurnar ella sjónarmiðini um bólkastuðulin til tingfólkini úr Føroyum og Grønlandi, ella til fólkatingsbólkarnar úr Norðuratlantshavi. Umsitingin hjá fólkatinginum mælir formansskapinum til ikki at gera meira við málið um, hvussu Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, hevur brúkt pengarnar, hann hevur fingið frá fólkatinginum. Sjúrður Skaale hevur fingið gjørt eitt upprit um umhvørvis og orkupolitikk fyri Javnaðarflokkin í Føroyum, sum starvsfólk hjá Javnaðarflokkinum á fólkatingi vóru við til at gera. Umsitingin hjá fólkatinginum hevur svarað honum, at frágreiðingin verður send formansskapinum við tí tilmæli, at hon verður tikin til eftirtektar, og at einki verður gjørt við málið. Morguntingið er ein løtt politisk sending, har nýggj valevni fáa møguleika at greiða frá, hví tey stilla upp til løgtingsvalið 2019. Trý valevni frá trimum ymiskum flokkum eru við í hvørjari sending. Fyri at luttaka í sendingini skal valevni ikki hava verið stillað upp til løgtingsval fyrr. Endamálið við sendingini er at hava eina lætta sending, sum ikki í saman mun er merkt av spenningi millum flokkarnar, men har lurtarin fær høvi at kenna nýggju valevnini. Í Morguntinginum spyr verturin valevnini, hví tey hava valt at stilla upp til løgtingsvalið, og tey verða spurd um, hvørji hjartamál teirra eru. Valevnini frá hinum flokkunum fáa møguleika at viðmerkja hjartamálini hjá ymsu valevnunum. Lurtarar fáa eisini høvi at seta valevnunum spurningar við at skriva inn. Spurningarnir frá lurtarunum kunnu bæði verða til hvørt einkulta valevni, men eisini breiðir spurningar. Aftur her verður møguligt hjá hinum valevnunum at viðmerkja spurningarnar til valevnini. Nógv spennandi er á skránni, millum annað tekniverkstova fyri børn, dansiverkstova við Dianu J. Hansen og konsert við fleiri ymiskum bólkum. Millum teirra, sum rópa varskó, er franski forsetin Emmanuel Macron, sum vil hava málið um skógareldarnar í Amazonas tikið upp á G7 toppfundinum um tveir dagar. Okkara hús brennur. Bókstavliga. Amazonas brennur. Heimsins lungu, sum framleiða meira enn 20 prosent av súrevnunum á jørðini. Lat okkum kjakast um hetta á G7 toppfundinum, skrivar Macron á twitter. Brasilski forsetin, Jair Bolsonaro, biður tey 7 stóru londini um at blanda seg uttanum. Hann heldur, at serliga tvitið frá Macron, vísir eina kolonistiska støðu til Brasil. Brasilska stjórnin er framvegis opin fyri samskifti við sínámillum virðing. Uppskotið hjá franska forsetanum um at viðgera Amazonas á G7 toppfundinum sum er ein fundur, har Brasil ikki luttekur vitnar um ein hjálandahugburð, skrivar Jair Bolsonaro á twitter. Umsitingin hjá Donaldi Trump, forsderta, arbeiðir við eini ætlan um at lata konsulát, ella umboðsstovu upp í Nuuk í Grønlandi, sum sambært AP tíðindastovuni skal lata upp næsta ár. Við umboðsstovuni ynskir USA at gera meira vart við seg í Arktis, og umboðsstovan skal standa fyri amerikanskum áhugamálum í Grønlandi, skrivar uttanríkisráðið í brævi til kongressina. USA læt umboðsstovu upp í Grønlandi í 1940, tá seinni heimsbardagi byrjaði, men umboðsstovan læt aftur í 1953. At lata eina umboðsstovu upp aftur í Nuuk nú, hevur til endamáls at verja grønlendsk og amerikansk virðir, og samstundis fáa eitt gott samskifti og samstarv í lag við grønlendsk embætisfólk og samfelagið. Í vikuni gjørdi Donald Trump, forseti av at avlýsa ætlaðu vitjanina í Danmark, sum skuldi vera fyrst í september. Orsøkin var, at danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, ikki vildi umrøða spurningin um at lata USA keypa GRønland. Hon noktaði fyri at umrøða spurningin, sum hon segði vera burtur úr vón og viti. Tað fekk ilt í Donald Trump, sum avlýsti vitjanina, men hósdagin tosaðu tey bæði saman í telefon, og nú er líkt til, at viðurskiftini eru í lagi ímillum londini. Hon ringdi til mín, og vit tosaðu væl saman, og tað havi eg stóra virðing fyri, segði Donald Trump sambært AP. Hann legði samstundis dent á, at viðurskiftini ímillum USA og Danmark eru góð. Í tvey ár hevur Bakkafrost ikki nýtt kemisk evnir til at basa laksalúsini, og tað gongur støðugt framá við viðgerðini, sum felagið hevur arbeitt við í nøkur ár. Tað stóð í fráboðan frá fyritøkuni fyri annan ársfjórðing í ár, sum varð almannakunngjørd í vikuni. Í fráboðanini sigur felagið seg fegnast um, at einki av alibrúkunum hevði lúsatøl omanfyri markið í ársfjórðinginum. Og tað fegnast Regin Jakobsen stjóri eisini um. Granskarar siga, at eldarnir kunnu hava stórar avleiðingar, eisini fyri heimin allan, tí skógurin hevur stóran týdning fyri vistskipanina í øllum heiminum. Brasilski forsetin, Jair Bolsonaro, hevur sent hermenn út í økini, har skógareldarnir herja. Hetta kemur eftir, at Frakland og Írland hava sagt, at londini ikki vilja seta í gildi stóran millumlandasáttmála við Suður Amerikanskar tjóðir, um Brasil ikki roynir at steðga skógareldunum. Á Twitter skrivar franski forsetin Emmanuel Macron Okkara hús brennur. Bókstavliga. Amazonas brennur. Heimsins lungu, sum framleiða meira enn 20 prosent av súrevnunum á jørðini . Brasilski forsetin, Bolsonaro, sigur at skógareldar eru í øllum heiminum, og altjóða tiltøk kunnu tí ikki brúkast, við skógareldunum sum undanførslu. Hildið verður, at nógvir av skógareldunum eru ásettir, og bóndirnir eru undir illgruna, tí skógareldarnir gera, at størri landbúnaðarøki vera tøk. Serfrøðingar og umhvørvisfólk siga, at umsitingin hjá Jair Bolsonaro, forseta, hevur givið loyvi til at oyðileggja regnskógin. í gjár gingu umhvørvisbólkar mótmælisgongur í ymsum býum í Brasil. Grønland økti sjálvt sína makrelkvotu við Eysturgrønland, frá umleið 60 túsund tonsum til góð 70 túsund tons. Ísland ætlar somuleiðis at hækka kvotuna úr 107 túsund tonsum upp í 140 túsund tons. ES, Norra og Føroyar hava ásett eina samlaða makrelkvotu í 2019 uppá 653.438 tons. Londini, sum eru uttanfyri Ísland, Grønland og Russland fáa 15,6 av kvotuni. Tað svarar til 102.000 tons. Nú hava Grønland og Ísland so hækkað kvotuna, so kvoturnar samanlagt vera til 210.651 tons meira enn tvífalt tað, øll trý londini hava fingið tillutað. Bretski ES tinglimurin, Chris Davies, skírir avgerðina hjá Íslandi og Grønlandi at hækka markrelkvoturnar fyri at vera vanvirðiliga. Og hann sigur seg vilja arbeiða fyri burðadyggum makrelfiskiskapi i Norðuratlantshavi. Tá Føroyar hækkaðu silda og makrelkvotuna í 2013, setti ES somuleiðis handilstiltøk í verk og noktaði føroyskum skipum at sleppa í havnir í ES londunum. Hvørji handilstiltøk ES ætlar at seta í verk móti Íslandi og Grønlandi, fer fiskiveiðinevndin hjá ES at viðgera 4. september, tá nevndin aftur hevur fund. Við bleytum pinnum og berum hondum mála limir í Mura ættini reyðlittar strikur á kjálkar, nøs, pannu og búkin. Tey taka boða og píl í hond, tí nú fara tey at berjast fyri at verja sítt heim í Amasonskóginum. Fyri hvønn dag sum fer, síggja vit hvussu skógurin verður oyðilagdur avskóging, innrásir og trø verða feld. Vit eru kedd um, at skógurin doyr. Vit merkja veðurlagsbroytingarnar, og heimurin og børnini hava tørv á skógini. Tað sigur Andech Wakana, sum er ein av leiðarunum hjá Mura fólkinum, við Reuters. Mura ættin telur 15.000 fólk, og tætt við teirra bygd í Amason lendinum hava maskinur sett síni spor í stórum økjum, sum eru avskógaði. Vit síggja hvussu trøðini eru feld og vit síggja alt sum er oyðilagt. Okkara mál er at verja okkara øki, náttúru, trø og djór, sigur Andech Wakana. Skógarruddingin, sum skal fremja landbúnaðin og námsvinnuna, er ein stórur trupulleiki í Amasonas. Amason skógurin verður ofta kallaður heimsins lungu . Upprunaliga var skógurin 4 milliónir ferkilometrar, og sambært The Economist eru 800 túsund av hesum ferkilometronunum nú burtur. En lættur máti at beina fyri skóginum er at brenna hann. Og hetta hendir í stóran mun hesar dagarnar. Hesa árstíðina eru vanliga nógvir skógareldar í Amasonas. Men í ár eru skógareldarnir tvífaldaðir. Mona Olsen í Klaksvík, vanliga nevnd Mona á Spinnarínum, ger roknaknettir við rosinum. Mona ger knettini úr feskum rognum, ið hava verið fryst. Hon kókar knettini í ein hálvan tíma. Jórun Mørkøre arbeiðir á deildini á Heilsufrøðiligu Starvsstovu, ið hevur eftirlitið við at virki, handlar og eitt nú køkar, ið gera mat til sølu, lúka reinføriskrøvini. Í sendingini gevur Jórun okkum góð ráð, tá vit gera mat, tá vit matgera heima í køkinum. Fólkini eru handtikin fyri at hava lopið á løgregluna við kastivápnum, fyri at fjala andlitið og fyri at bera lutir, ið kunnu brúkast sum vápn. Mótmælisfólkini sum millum annað siga seg vera veðurlagsaktivistar hava kastað saman við gulu vestunum, sum mótmæla franska forsetan Emmanuel Macron. Yvir 9000 mótmælisfólk eru savnað nærhendis Biarritz nógv tey flestu í grannabýnum Bayonne. Í gjár brúkti løgreglan vatnkanónir fyri spjaða ein størri bólk. G7 er bólkurin av londum, sum hava framkomnastu búskapirnar í heiminum. Londini eru USA, Týskland, Frakland, Stórbretland, Italia, Japan og Kanada. Harafturat er ES umboðað. Russland var við, og tá kallaðist felagsskapurin G8, men eftir at Russland legði Krim hálvoynna undir seg í 2014, avgjørdu hini londini at útiloka Russland. Júst tað er eitt av evnunum, tí Donald Trump, forseti í USA, hevur viðmælt, at Putin og Russland sleppa innaftur í hitan, men higartil er hann møttur við kulda frá hinum londunum. Fleiri onnur mál eru á skránni. Leiðararnir skulu viðgera Brexit, handilskríggið milllum USA og Kina og miseydnaðu atomavtaluna við Iran. Harafturat er kjak um búskap, uttanríkispolitikk, umhvørvisvernd og heimsins ójavni á skránni. Haraftrat vitja umboð fyri afrikonsk lond, sum koma at tosa við menning og líkarætt í Afrika. Eingin væntar, at stórvegis kemur burturúr hesa ferð. Eingin roknar við, at nøkur avtala ella nøkur yvirlýsing kemur burtur úr G7 toppfundinum, tí londini eru ov ósamd um stóru spurningarnar. Sverri rør í greinini singlesculler sum er einmans rógving. Hann rør fyri Danmark. Kappingin er samstundis OL kvalifikatiónskapping. Tað boðaðu Donald Trump, forseti og japanski forsætisráðharrin, Shinzo Abe frá á G7 toppfundinum í Fraklandi í gjárkvøldið, skrivar Ritzau. Verður avtalan undirskrivað í næsta mánað, so kann tað minka um handilsstríðið ímillum londini, samstundis sum handilsstríðið ímillum USA og Kina stendur við og versnar. Donald Trump upplýsti í gjárkvøldið, at Japan fer at keypa korn úr USA, sum amerikanskir bøndur ikki sleppa av við, tí tollurin til Kina er hækkaður munandi. Fitt av vindi og regni var aftur í nátt og í morgun, og tað hevur havt við sær, at nógvar valplakatir eru foknar ella skrædnaðar, og liggja og rekast ymsastaðni um landið. Sløkkiliðið í Havn hevur eisini tikið valplakatir upp, og flokkarnir fáa tær aftur á sløkkiliðsstøðini í Havn, upplýsir løgreglan. Hon heitir samstundis á flokkarnar og valevnini um at kanna valplakatirnar, so tær kunnu festast betri, so tær ikki eru til ampa fyri ferðslu ella fólk. Jógvan Fríðriksson, biskupur Uni Næs, dómpróstur Sonja Klein, prestur Theodor Eli Dam Olsen, prestur Sverri Steinhólm, prestur Bergtórur Bjarkhamar, prestur Ann Dahl Hansen, prestur Maria Summers við Skipá, prestavígd Gudmund Mortensen, urguleikari Anfinnur Johansen, klokkari Ása Justinussen, deknur Kári Annand Berg, teknikari Tarira, sang undir leiðslu av Jóhannes Andreasen, Sanctus av William Byrd Kenneth Jones á trompet Seinnapartin í dag letur Reyði Krossur ein nýggjan klædnaendurnýtsluhandil upp í Vági. Við hesum verður arbeiðið við klædnaendurnýtsluni í Suðuroy umskipað. Higartil hava fólk latið handilinum klæðini, men nú er fleiri bingjur settar upp í Suðuroy, har fólk kunnu lata klæðir. Klæðini verða síðani send til Havnar, har tey verða skild, og send suðuraftur í handilin, sigur Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi Føroya. Reyði Krossur hevur tríggjar endurnýtlsuhandlar kring landið ein í Vági og tveir í Havn. Klædnaendurnýtslan er ein lutfalsliga stórur partur av arbeiðnum hjá Reyða Krossi, og hjálparfelagsskapurin fær sera nógv klæðir inn um árið. Nógv klæðir eru sera góð og onkur ongantíð brúkt. Endamálið við arbeiðnum er bæði at lata sperdum familjum bílig ella ókeypis klæðir, og samstundis er endamálið at minka um dálkingina, sum klædnaframleiðsla hevur við sær, vísur Jóannes Eidesgaard á. Fólkavøkstur hevur verið í fýra kommunum, og fólkatalið er minkað í trimum. Nógv tann størsti vøksturin er í Tvøroyrar kommunu. Har eru 48 fólk fleiri enn fyri einum ári síðani. Hvørgin teirra hevur verið tøkur seinastu dystirnar vegna skaða, men nú eru teir, sum plaga at vera fremsti og aftasti maður aftur í føroyska hópinum. Lars Olsen, venjari hjá føroyska fótbóltslandsliðnum, boðaði á tíðindafundi í morgun frá, hvørjir manna hópin í komandi EM undankappingardystum. Gunnar Nielsen Kristian Joensen Teitur M. Gestsson Atli Gregersen, Víkingur Odmar Færø, Hamarkameratene NOR Viljormur Davidsen, Vejle BK DAN Magnus Egilsson, HB Gilli Rólantsson Sørensen, SK Brann NOR Hørður Askham, HB Heini Vatnsdal, Fremad Amager DAN Rene Shaki Joensen, HB Hallur Hansson, AC Horsens DAN Brandur Hendriksson Olsen, FH Hafnarfjørður ÍSL Rógvi Baldvinsson, Bryne BK NOR Kaj Leo í Bartalsstovu, Valur ÍSL Árni Frederiksberg, B36 Sølvi Vatnhamar, Víkingur Meinhard Egilsson Olsen, Kristiansund BK NOR Jóannes Bjartalíð, KÍ Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ Patrik Johannesen, KÍ Jóan Símun Edmundsson, Bielefeld Ein afturvendandi táttur í summarmorgni nú undan valinum er, at vit bjóða einum áhugafelag, yrkisfelag ella stovni, sum hevur valynski at bera politikarunum til eitt prát. Ferðavinnufelagið hevur tvey kjarnumál, sum felagið roynir at varpa ljós á. Annað er einkarinnkeypið hjá Rúsuni av víni, øli og sterkari løgi, og hitt er gongd í haga. Um vit byrja vit tí fyrra. Ferðavinnufelagið vil millum annað tryggja matstovuvinnuni ræðið á egnum innkeypi av rúsdrekka. Sum nú er fer keypið gjøgnum Rúsdrekkasølu Landsins. Hetta veit fyrrverandi bretski hermaðurin og granskarin Tony Barnes millum at siga, nú hann í nógv ár hevur granskað í viðurskiftunum hjá bretskum hermonnum í Føroyum undir seinna heimsbardaga. Eisini hevur hann hjálpt fleiri krígsbørnum at finna upplýsingar um pápar, ið fóru aftur til Bretlands eftir kríggið. Í kvøld klokkan 19 heldur Tony Barnes fyrilestur í SOR bygninginum, har krígssavnið heldur til. Fyrilesturin er á enskum, men verður eisini umsettur til føroyskt, so øll eru vælkomin Hoyr samrøðuna við Tony Barnes her. Eftir samrøðuna sum er á enskum, er ein samandráttur á føroyskum. Vit kunnu læra nakað um okkum sjálvi við at granska í hvussu onnur uppliva okkum. Tað sigur Erika Anne Hayfield, lektari, sum fyri kortum útgav eina grein í altjóða tíðarriti saman við Mariuh Schug. Greinin setur orð á nakrar av upplivingunum, sum tilflytarar hava við at koma til Føroya. Greinin byggir á fleiri enn 40 samrøður við fólk sum hava verið í Føroyum í styttri og longri tíðarskeið. Men nú síggja vit, at tilflyting er vaksin sera nógv. Síðstu 20 30 árini er mongdin av tilflytarum er nærum tíggjufaldað, og tað er í størri mun fólk aðrastaðni frá sum koma flyta til Føroya, og tað sæst eisini í samfelagnum. Tað er tískil blivið alt meira vanligt at fólkaflyting, sum vanliga hevur verið til stórbýarøkið, nú í størri mun eisin fer til meira fjarskotin økið, sosum Føroyar. Spurningar sum hvør ert tú og hvør eigur teg eru vanligir fyri okkum føroyingar. Men tað liggur nógv í spurningum tí vit eru ikki einstaklingar sum í øðrum samfeløgum og standa ikki til svars fyri bara okkum sjálvi, sigur Erika Anne Hayfield. Vit vera sett í eitt kort í hugaheiminum har vit vera sett í eitt system við eitt nú familju, vinum ella starvsfeløgum, tí vit kennast á nógvar ymiskar hættir. Tí kann man siga, at vit føroyingar verða sett í bás eftir okkara relatiónum, og tilflytarar, sum ikki hava eins nógvar relatiónir, kunnu ikki setast í bás á sama hátt, og hetta kann tí geva onkrar avbjóðingar. Men ein tílík grein kann læra okkum um meira enn bert upplivingar hjá tilflytarum, sum Erika Hayfield sigur í stóran mun vera positivar. Morguntingið er ein løtt politisk sending, har nýggj valevni fáa møguleika at greiða frá, hví tey stilla upp til løgtingsvalið 2019. Trý valevni frá trimum ymiskum flokkum eru við í hvørjari sending. Fyri at luttaka í sendingini skal valevni ikki hava verið stillað upp til løgtingsval fyrr. Endamálið við sendingini er at hava eina lætta sending, sum ikki í saman mun er merkt av spenningi millum flokkarnar, men har lurtarin fær høvi at kenna nýggju valevnini. Í Morguntinginum spyr verturin valevnini, hví tey hava valt at stilla upp til løgtingsvalið, og tey verða spurd um, hvørji hjartamál teirra eru. Valevnini frá hinum flokkunum fáa møguleika at viðmerkja hjartamálini hjá ymsu valevnunum. Lurtarar fáa eisini høvi at seta valevnunum spurningar við at skriva inn. Spurningarnir frá lurtarunum kunnu bæði verða til hvørt einkulta valevni, men eisini breiðir spurningar. Aftur her verður møguligt hjá hinum valevnunum at viðmerkja spurningarnar til valevnini. Oddbjørn Joensen, Jákup Ósá og Tróndur Arge taka samanum júst farna umfar í Betri Deildini og PL. Eisini verður A landsliðsúttøkan eisini umrødd Bakterian, MRSA, er vorðin mótstøðufør móti nøkrum sløgum av antibiotika, men nú er nýtt slag av mótstøðuførari bakteriu nú staðfest á øllum sjúkrahúsum í Danmark. Vit hava greitt sæð, at talið av sjúklingum, sum hava fingið ígerðarsjúku við hesi bakteriuni er vaksið seinastu fimm árini, sigur Robert Skov, deildarlækni á deildini fyri antibiotika resistens hjá Statens Serum Institut, við JyllandsPosten. Tú kanst gott vera berari av sjúkuni og ikki verða sjúkur. Men fyri veikastu sjúklingarnar kann bakterian verða sera vandamikil, serliga tey, sum hava veika immunverju, skrivar JyllandsPosturin. Útflutningurin til Kina er fleirfaldaður seinnu árini, men áhugi tykist eisini vera fyri marknaðum í londum sum Suður Korea og Japan. Talan er um 152 rokningar, men tær verða ikki goldnar, tí Landsverk og handverkararnir, sum hava gjørt arbeiðið, er ósamd um dygdina, og hvussu nógv arbeiði er gjørt. Tað kann leggja fót fyri ferðavinnuna, verða lóggáva ikki sett í verk sum skjótast, sum ásetir, hvørja gjøld kunnu leggjast á fólk, ið koma til Føroya at ferðast. Tað sigur Jóhan Pauli Helgason, menningarleiðari í Visit Faroe Islands. Tey skjóta upp, at øll, sum koma til Føroya, skulu rinda eitt náttúruverndargjald. TAKS, politiið og Arbeiðs og brunaeftirlitið fara at arbeiða saman um eftirlit við útlendskari arbeiðsmegi í Føroyum. Tað kom fram á politiska kjakfundinum í Smæruni leygardagin, Tað sigur Starvsmannafelagið í tíðindaskrivi. Samstarvað verður um ófráboðaðar eftirlitsvitjanir hjá arbeiðsgevarum, sum hava útlendska arbeiðsmegi. Kanningin um arbeiðsmarknaðin, sum 13 fakfeløg lótu gera, vísir, at útlendsku arbeiðsfólkini sakna upplýsing um síni rættindi, og vita ikki rættiliga, hvar tey skulu leita sær hjálp. Í kanningini hjá fakfeløgunum er tilmæli um kunningardisk, har sum útlendsku arbeiðsfólkini kunnu fáa hjálp á einum máli, sum tey skilja. Bretski andstøðuleiðarin, Jeremy Corbyn, hevur sett sær fyri at steðga ætlanini hjá Boris Johnson, forsætisráðharra, um at bretar fara úr ES uttan nakra avtalu. Í farnu viku boðaði hann polittikarum úr nógvum flokkum á fund, fyri at royna at finna eina felags støðu, og tann fundurin verður í dag, skrivar tiðindastovan Ritzau. Boris Johnson vil vera við, at parlamentið ikki kann steðga hansara ætlanum, men tí er Corbyn ikki samdur í. Hann ætlar at skipa eina fyribilsstjórn, ið skal standa fyri at loysa Bretland frá ES tann 31. oktober. Hann fer millum annað á fundinum í dag at royna at finna undirtøku fyri einum misáliti á Boris Johnson, forsætisráðharra, so stjórnin verður noydd at leggja frá sær. Millum konservativu tinglimirnar er stórur ivi, tí labourleiðarin hevur sagt, at hann skal standa á odda fyri fyribilsstjórnini, og tað hóvar teimum ikki. Ein annar møguleiki, sum verður umrøddur í dag, er eitt uppskot um at leingja freistina fyri brexit uppaftur meir, so landið ikki fer úr ES 31. oktober. Ein meiningakanning sum er almannakunngjørd í Bretlandi, vísir, at 42 prosent av veljarunum siga seg fara at atkvøða fyri Konservativa flokkinum, um val verður. Tað er ein framgongd uppá 17 prosentstig síðani Boris Johnson tók við fyri einum mánað síðani, og Konservativi flokkurin er 14 prosentstig frammanfyri Labour. Indonesia hevur gjørt av at flyta høvuðstaðin úr Jakarta til oynna Borneo. Orsøkin er, at Jakarta er hóttur av náttúrukreftum og ov nógvari ferðslu, skrivar Reuters. Ætlanin hevur strategiskan týdning, tí so verður høvuðsstaðurin miðskeiðis í landinum, tætt við har býir vaksa, sigur forsetin í Indonesia, Joko Widodo, á tíðindafundi. Umhvørvisfólk í Indonesia eru ikki nøgd við ætlanina, tí tað fer at gera enda á fleiri djórum, siga tey. Jakarta hevur leingi havt stórar trupulleikar av nógvu fólkunum. Teir trupulleikarnir kann sleppast undan í einum nýggjum høvuðstaði, sigur eitt umboð fyri Greenpeace. Prísurin fyri nýggja høvuðstaðin verður minst 221 milliardir krónur sigur forsetin. Jóannes V. Hansen hevur verið sendimaður í London. Síðani hann kom heim haðani fyri nøkrum árum síðani, hevur hann arbeitt í Uttanríkismálaráðnum. Tvey tey seinastu árini hevur hann tó havt starvstað í Føroyum, har hann samstundis hevur staðið fyri arbeiðinum at fáa handilsavtalur við lond í Fjareystri. Í gjárkvøldið klokkan 18 lat tilmeldingin til Tórshavnar kvøldskúla upp, og til ber at melda seg til eitt ella fleiri av skeiðunum hjá kvøldskúlanum inntil sunnudagin 1. september. Í fjør gingu 3.100 fólk á kvøldskúlanum, sum var met. Tá tilmeldingin lat upp í gjárkvøldið, sótu so nógv klár frammafyri telduni, at tilmeldingarskipanin gjørdist ovbyrjað og fingu fleiri ikki boð um tilmeldingina beinavegin. Skipanin skrásetir tó beinavegin, hvør meldar seg til fyrst, og tí koma tey, sum melda seg til fyrst, fremst í røðina, sigur Jógvan Sørin Hansen, stjóri í Tórshavnar kvøldskúla. Tórshavnar kvøldskúli hevur arbeitt við einari nýggjari skipan í nøkur ár, men og Jógvan Sørin vónar, at skipanin verður klár at taka í nýtslu næsta ár. Eitt endamál hjá Tórshavnar kvøldskúla er at fylgja við rákum og ynskjum í tíðini, og hetta sæst aftur í undirvísingartilboðunum. Í ár eru 40 nýggj skeið á skránni. Grindin varð funnin beint út fyri Skopun, og seinast Kar Johansen visti, lógu tveir bátar hjá henni og bíðaðu eftir, at fleiri bátar skuldu koma til. In.fo skrivar, at grindaformenn í økinum halda, at út frá rákinum, so var mest sannlíkt, at grindin verður hildin til antin í Sandavági ella Havn. Ein afturvendandi táttur í summarmorgni nú undan valinum er, at vit bjóða einum áhugafelag, yrkisfelag ella stovni, sum hevur valynski at bera politikarunum til eitt prát. Í morgun tosaðu vit við forkvinnuna í Heilsurøktarafelagnum, Rakul í Gerðinum, forkvinna. Heilsurøktarafelagið hevur orðað átta hjartamál í samband við løgtingsvalið, sum felagið vónar at fleiri valevni fara at taka til sín. Fleiri av hjartamálunum snúgva seg um arbeiðsumstøðurnar hjá heilsurøktarum, og Heilsurøktarafelagið heldur millum annað at bøtast má um arbeiðstíðirnar, og at mynduleikarnir mugu hava yvirlit yvir og seta eitt minstamark fyri normeringunum á eitt nú eldraøkinum, so tryggjast kann at dygdin er nóg góð. 12 valevni stilla upp til barnavalið, sum fer fram á fleiri av bókasøvnum landsins í hesum døgum, og javnstøða er á listanum, sigur Oyvør Jacobsen, leiðari á Bókasavninum við Løkin í Runavík. Ætlanin er at geva børnum eitt innlit í valskipanina á ein hátt, sum gevur meining fyri tey, og samstundis at varpa ljós á bókmentir og tað at lesa. Helge Furnes er rættiliga áhugaður í Vossolaksinum, rakstrinum á garðinum og ikki minst margfeldni í náttúruni í teimum brøttu líðunum. Eftir at Vossolaksurin hvarv, er lívið ikki eins ríkt sum áður, men við granskarum og gomlum kunnleika, er vón um, at laksurin kanska kemur aftur. Fasti gerðarrættur fer fyrrapartin í morgin at viðgera spurningin, um ein avgerð, sum Fasti gerðarrættur tók í november í 2017, er í stríði við endamálið við nýggju semingslógini. Fíggjarmálaráðið fór í Fasta gerðarrætt við felagnum, tí ráðið helt, at tað var eitt óheimilað stríðsstig at lýsa arbeiðssteðg hjá narkosusjúkrarøktarfrøðingum 3.november í 2017. Men Fasti gerðarrættur gav Sjúkrarøktarfrøðingafelagnum viðhald. Fráboðanin var í lagi. Hetta góðtók Fíggjarmálaráðíð ikki og bað Fasta gerðarrætt um at viðgera málið av nýggjum. Tað gjørdi Fasti gerðarrættur, og úrskurðarfundur verður í morgin. Fíggjarmálaráðið heldur millum annað, at úrskurðurin í november 2017 tykist vera í stríði við endamálið við nýggju semingslógini og aðrar úrskurðir hjá Fasta gerðarrætti. Fíggjarmálaráðið heldur eisini, at úrskurðurin hevur prinsipiellan týdning sum fordømi fyri, hvussu gjørt verður við arbeiðsstegð í sambandi við sáttmálasamráðingar og fyri, hvussu partarnir á arbeiðsmarknaðinum skulu bera seg at í hesum sambandi. Moody s sigur, at við í metingini er, at sera sannlíkt er, at danska stjórnin tekur um endan, koma Føroyar í gjaldføristrupulleikar. Orsøkin er, at nú kann ferðsla fara undir sjónum millum Eysturoynna og Streymoynna, og tí er landið sloppið undan váðanum, sum var tann, at ikki bar til at gera Eysturoyartunnilin, so koyrandi er í honum. Í triðja parti á túrinum eftir bygdagøtuni úr Fámjin til Trongisvágs eru vit við Valdaskarð, á Sandinum í Skarðinum, undir Oyrnaskarði og við seinasta varðan oman fyri Trongisvág. Tað sigur Lea Wermelin, umhvørvismálaráðharri í Danmark. Í Danmark eru í løtuni 19 havalibrúk, sum eru búr á havinum, har fiskur verður aldur. Eg stúri fyri standinum hjá okkara vatnumhvørvi. Tað fevnir bæði um opin havøki og opin strandaøki, og tí dugi eg ikki at síggja, at pláss er fyri fleiri ella størri havalibrúkum, sigur Lea Wermelin. Havalibrúk láta út køvievni og fosfor. Umframt umhvørvistrupulleikarnar kom í juli mánaði undan kavi, at seks av teimum 19 havalibrúkunum í Danmark ikki hava lógarkravdu loyvini til aling á sjónum. Trupulleikin er, at føðsluevni enda í okkara havumhvørvi, og vit kunnu síggja, at útlátið av køvievnum ikki minkar, soleiðis sum væntað, og at vit hava trupulleikar av at súrevnið minkar. Tí skulu vit ansa betur eftir okkara havumhvørvi, sigur hon við Ritzau. Samstundis hava 13 havalibrúk ikki øll loyvini. Lea Wermelin, umhvørvismálaráðharri, bíðar eftir nágreiniligari kanning av økinum, sum verður liðug í heyst. Hon vil tí ikki siga, hvat fer at henda við teimum 19 verðandi havalibrúkunum. Hon leggur tó dent á, at stjórnin í høvuðsheitinum er fyri at ala fisk í alibrúkum á landi. Danska náttúrufriðingarfelagið tekur væl ímóti avgerðini. Vit eiga at flyta tey 19 havalibrúkini upp á land, har tøknin er nógv betri, og har kanst tú reinsa vatnið og ala fisk á ábyrgdarfullan hátt, sigur Maria Reumert Reumert Gjerding, forseti í Dansk Naturfredingsforening. Niclas Johannesen skrivaði allan tónleikin til henda fyrsta føroyska pallsangleikin, sum studentaskúlanæmingar framførdu á vári í 1997. Fløgan við øllum tónleikinum kom sama ár. Í stíli er tónleikurin fjølbroyttur. Tey 19 løgini fevna um rokk, stillar balladur, kórsang, vals, gospel og rapp. Ofta verður sagt, at vaksandi ferðafólkatalið hevur við sær størri trýst á bjargingartænastuna, tí ferðafólk ganga seg í óføri. Men leiðarin á Tyrlutænastuni heldur, at hetta er at gera ov nógv av. Í flestu førum verður tyrlan boðsend eftir føroyingum. Tað er helst tekin um, at føroyingar eru farnir at ganga meira í náttúruni, enn teir hava gjørt, sigur Hans Erik Gunnleygsson Jakobsen. Morguntingið er ein løtt politisk sending, har nýggj valevni fáa møguleika at greiða frá, hví tey stilla upp til løgtingsvalið 2019. Trý valevni frá trimum ymiskum flokkum eru við í hvørjari sending. Fyri at luttaka í sendingini skal valevni ikki hava verið stillað upp til løgtingsval fyrr. Endamálið við sendingini er at hava eina lætta sending, sum ikki í saman mun er merkt av spenningi millum flokkarnar, men har lurtarin fær høvi at kenna nýggju valevnini. Í Morguntinginum spyr verturin valevnini, hví tey hava valt at stilla upp til løgtingsvalið, og tey verða spurd um, hvørji hjartamál teirra eru. Valevnini frá hinum flokkunum fáa møguleika at viðmerkja hjartamálini hjá ymsu valevnunum. Lurtarar fáa eisini høvi at seta valevnunum spurningar við at skriva inn. Spurningarnir frá lurtarunum kunnu bæði verða til hvørt einkulta valevni, men eisini breiðir spurningar. Aftur her verður møguligt hjá hinum valevnunum at viðmerkja spurningarnar til valevnini. Landsverk sigur, at talan er um vanligt viðlíkahald. Neyðugt er at eftirspenna við jøvnum millumbili, tí verður og vindur ávirka konstruksjónina. Tess fleiri gjøld og ymsar skipanir verða galdandi, tess torførari og ólagaligari verður tað hjá ferðasmiðjunum at selja túrar kring oyggjarnar. Kvinnan varð funnin í V llingby, vestan fyri svenska høvuðsstaðin, í nátt, og varð flutt á sjúkrahús. Og tíðliga í morgun doyði hon. Eitt vitni sigur við Aftonbladet, at í minsta lagi trý skot vórðu latin av frá sjálvvirkandi byrsu. Svenska løgreglan vil enn ikki siga, hví kvinnan er dripin ella um nakar er undir illgruna í málinum. Tað eru bara fáir dagar síðani, at ein onnur kvinna varð skotin til deyðis á opnari gøtu í Svøríki. Tað hendi í Malmø fyrradagin, tá ein kvinna varð skotin í høvdið og doyði av løstunum. Løgreglan hevur handtikið ein mann, sum er undir illgruna fyri at hava verið við í drápinum og fyri at hava ólóglig vápn. Maðurin hevur verið í hóslag við løgregluna fyrr. Sambært svensku løgregluni eru fleiri vitni avhoyrd og kanningar hava verið og løgreglan hevur lagt hald á vápn, upplýsir ákærin fyri SVT. Svenski løgmálaráðharrin, Morgan Johansson, skrivaði mánadagin á Twitter, at kvinnan júst hevði átt. Feik og andstyggilig ódjór, sum leypa á eina mammu, skrivar Morgan Johansson, sum samstudis vissar um, at alt verður gjørt fyri at finna gerningsmenninar. Um nátturðatíð í gjárkvøldið vóru boð vóru eftir bjargingarbátinum, Rescue Ziska, tí ein útróðrarbátur hevði trupulleikar við motorinum. Útróðrarbáturin var staddur í Kalsoyarfirði. Báturin rak móti landi, men eitt dregg helt bátinum somikið, at hann ikki rak á land. Ein afturvendandi táttur í summarmorgni nú undan valinum er, at vit bjóða einum áhugafelag, yrkisfelag ella stovni, sum hevur valynski at bera politikarunum til eitt prát. Í morgun tosa vit við Magnus Magnussen, formann í Føroya Handverksmeistarafelag. Handverksmeistarafelagið heldur, at krøv skulu setast til teir handverksmeistarar, sum eiga virkið, ið bjóðar seg fram at byggja fyri fólk. Felagið hevur tí sum valynski til politikararnar, at sett verður sum krav, at Handverksmeistarar skulu hava løggilding, fyri at hava byggvirki. Alt bendir á, at bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, fer at heita á Elisabeth drotning um, at senda bretska tjóðartingið til hús, og enda verandi tingsetu. Nýggja tingsetan skal byrja góðar tvær vikur áðrenn Bretland fer úr ES, sum verður 31. oktober. Fleiri bretskir miðlar siga, at hetta er ein roynd at steðga tjóðartinginum í, at broyta ella forða fyri brexit tilgongdini. Tjóðartingið fær ringa tíð til, at viðgera nakra lóg við at byrja nýggja tingsetu so stutt undan brexit degnum, sum kann taka ætlaninar hjá forsætisráðharranum av ræði. Talan er um heimsmeistarakapping, sum er í Eysturríki í hesum døgum. Kappingin er eisini OL kvalifikatiónskapping. 25 ára gamli føroyingurin rør fyri Danmark, sum hevur eina stolta siðvenju, tá tað kemur til altjóða rógvikappingar. Donsk róðrarfólk hava vunnið tilsamans 23 OL heiðursmerki og 82 HM heiðursmerki, men enn hevur tað ikki hepnast nøkrum teirra at vinna heiðursmerki í ein mansrógving, ella singlecullara, sum tað eitur. Men tað ætlar Sverri Sandberg Nielsen sær. Somuleiðis siga fólk, sum fylgja væl við, at Sverri Sandberg Nielsen er eitt av betri boðunum upp á, hvør kann vinna gull í HM kappingini. Sverri Sandberg Nielsen er væl fyri í løtuni. Fyrr í ár gjørdist hann nummar fýra í EM, hann vann World Cup kappingina hjá monnum í ein mansrógving og hevur sum heild víst, at hann telist millum teir skjótastu rógvararnar í sínum flokki. Við heimasíðuna hjá Danmarks Radio sigur Sverri Sandberg Nielsen, at hann er betri fyri nú enn tá hann vann World Cup kappingina fyrr í ár. Sverri var sannførandi, tá hann vann innleiðandi róðurin í HM kappingini sunnudagin. Hann hevði tíðina 07 04 68, var tvær bátslongdir frammanfyri nummar tvey og róði seg soleiðis beinleiðis í fjórðingsfinaluna, sum er í dag klokkan 12 35. Longu í juni vendi politiið í Føroyum sær til telefyritøkurnar í Føroyum fyri at tosa um teledáturnar, sum politiið, eftir at hava fingið rættin at góðkenna tað, fær til at brúka í revsimálum, sum verða kannað. Higartil er einki, sum bendir á, at teledátur, sum politiið fær frá føroyskum telefyritøkum, eru misvísandi eins og tær, politiið hevur fingið frá telefyritøkum í Danmark. Tá ákærur eru skrivaðar í Føroyum, eru dátur um fartelefonir og telemastrar viðhvørt brúktar til at prógva, at fartelefonin hjá tí ákærda hevur verið á ávísum staði ávísa tíð. Tað týdningarmesta er, at børnini trívast har tey eru, og at tey tíma at koma aftur næstu ferð. Soleiðis sigur Petur Mittún, tá hann verður spurdur, hvønn ítrótt foreldur skulu velja til sítt barn. Eisini sigur hann í sama viðfangi, at tað er av alstórum týdningi, at foreldur lata venjara vera venjara, og ikki blanda seg ov nógv, skuldi tað verið so, at barnið ikki skal spæla á A liðnum. Talan er um eina menning, og velur venjarin at eitt barn skal spæla á B ella C liðnum, so er tað allarhelst tí barnið mennist best har, og fær avbjóðingar, sum eru hóskandi til barnið. Eisini hevur hann eina áheitan til øll ítróttarfeløg og øll tey, sum skipa frítíðarvirksemi til børn, um at hugsa um, hvussu tikið verður ímóti barninum, fyrstu ferðirnar, tí tað er her, at lykilin til framhaldandi áhuga hjá barninum liggur. Øll vilja verða sædd, og tí er tað týdningarmikið at hava hetta í huga. ÍSF, Føroya Ungdómsráð, og Fólkaheilsuráðið hava í felag gjørt ein faldara, sum kann hjálpa við hesum, og hann liggur her. Hjálpandi hondin til fótbóltsdystir, festivalar, stevnur og onnur tiltøk kemur ofta frá samarittunum, sum við stóru taskunum ganga millum fólk, og nú eru 20 ár síðan Reyði Krossur setti á stovn samarittarnar. Eyðbjørg Højgaard, sum er vaktsamskipari hjá samarittunum, var í útvarpsstovuni til eitt prát. Sverri róði fjórðingsfinaluna klokkan 12 35. Tað gjørdi hann so sannførandi, at hann gjørdist næstur, beint aftanfyri tjekkan Ondrej Synek. Talan er um heimsmeistarakapping, sum er í Eysturríki í hesum døgum. Kappingin er eisini OL kvalifikatiónskapping. Semifinalurnar verða í morgin. Morguntingið er ein løtt politisk sending, har nýggj valevni fáa møguleika at greiða frá, hví tey stilla upp til løgtingsvalið 2019. Trý valevni frá trimum ymiskum flokkum eru við í hvørjari sending. Fyri at luttaka í sendingini skal valevni ikki hava verið stillað upp til løgtingsval fyrr. Endamálið við sendingini er at hava eina lætta sending, sum ikki í saman mun er merkt av spenningi millum flokkarnar, men har lurtarin fær høvi at kenna nýggju valevnini. Í Morguntinginum spyr verturin valevnini, hví tey hava valt at stilla upp til løgtingsvalið, og tey verða spurd um, hvørji hjartamál teirra eru. Valevnini frá hinum flokkunum fáa møguleika at viðmerkja hjartamálini hjá ymsu valevnunum. Lurtarar fáa eisini høvi at seta valevnunum spurningar við at skriva inn. Spurningarnir frá lurtarunum kunnu bæði verða til hvørt einkulta valevni, men eisini breiðir spurningar. Aftur her verður møguligt hjá hinum valevnunum at viðmerkja spurningarnar til valevnini. Vit hoyra 1. part av søguni Gloria og Soria Moria, sum Edward Fuglø hevur skrivað. Vár Berghamar Jacobsen lesur. Høgni Fagraberg ger ljóðmyndina. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2017. Gloriu dámar sera væl at vitja abban, og abbin er fegin um at fáa vitjan av Gloriu. Størsta ynski hjá Gloriu er at gerast sirkusgenta, og sjálvandi heldur abbin, at tað er eitt frálíkt hugskot. Úti í garðinum stendur ein spildurnýggj trampolin, og har kann Gloria royna síni kynstur. Jóannes Hansen, valserfrøðingurin í sjónvarpinum, minnist afturá, hvussu tað var at fylgja við valunum fyrr, tá tú sjálvur noyddist at skriva úrslitini niður, og Føroyar vóru deildar upp í sjey valdømi. Tinganest er originalt og sermerkt. Eingin líkist teimum. Teir hava sín heilt eyðkenda ljóma. Teir íbirtu ein serligan vágasound, siga summi. Teir eru ikki úrmælingar at syngja ella spæla, men eru kortini ógvuliga tilvitaðir um sín serstaka stíl. Hugfloygdu tekstirnir vekja eisini ans. Fleiri av fólkakæru sangunum hjá bólkinum eru á tí fyrstu útgávuni, ið er til umrøðu í sendingini, eitt nú Upp á tá , Vágagellan og Minnist tú . Tríggir sørvingar mannaðu Tinganest, Jóan Jakku Guttesen, Magnus á Stongum og Eivin Simonsen. Teir siga søguna um bólkin og sangirnar á Upp á tá . Í sendingini meta aðrir eisini um Tinganest og fyrstu útgávuna frá 1983. Suni Merkistein leggur til rættis. Sendingin varð fyrstu ferð send í 2006. Vit hoyra 2. part av søguni Gloria og Soria Moria, sum Edward Fuglø hevur skrivað. Vár Berghamar Jacobsen lesur. Høgni Fagraberg ger ljóðmyndina. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2017. Gloriu dámar sera væl at vitja abban, og abbin er fegin um at fáa vitjan av Gloriu. Størsta ynski hjá Gloriu er at gerast sirkusgenta, og sjálvandi heldur abbin, at tað er eitt frálíkt hugskot. Úti í garðinum stendur ein spildurnýggj trampolin, og har kann Gloria royna síni kynstur. Vit hoyra 3. og seinasta part av søguni Gloria og Soria Moria, sum Edward Fuglø hevur skrivað. Vár Berghamar Jacobsen lesur. Høgni Fagraberg ger ljóðmyndina. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2017. Gloriu dámar sera væl at vitja abban, og abbin er fegin um at fáa vitjan av Gloriu. Størsta ynski hjá Gloriu er at gerast sirkusgenta, og sjálvandi heldur abbin, at tað er eitt frálíkt hugskot. Úti í garðinum stendur ein spildurnýggj trampolin, og har kann Gloria royna síni kynstur. Forsetin í Brasil, Jair Bolsonaro, sigur seg nú vilja taka ímóti peningi frá G7 londunum til at basa nógvu skógareldunum í Amasonaz. Talan er um umleið 150 milliónir krónur. Men hann setir sum treyt, at Brasil sjálvt ger av, hvussu pengarnir skulu nýtast, og so skal franski forsetin, Emanuel Macron, koma við eini persónligari umbering fyri tað, sum hann hevur sagt. Í gjár segði Bolsonaro, at Brasil ikki tók ímóti pengunum, tí eingi lond skuldu leggja seg útí viðurskiftini í Brasil, men fleiri guvernørar hava fiongið forsetan at broyta støðu, so hann nú vil taka ímóti pengunum, undir ávísum treytum. Franski forsetin hevur skuldsett brasilska forsetan fyri at lúgva, og fyri et oyðileggja allan framburð. Enn hevur Macron ikki svarað. Fleiri av guvernørunum halda, at forsetin nýtir ov nógva tíð uppá franska forsetan, heldur enn at taka sær av viðurskiftunum í Brasil. Seinastu tíðina hava óvanliga nógvir eldar við í Amasonaz skóginum, men nú viul Europanevndin vera við, at talið minkar, og at eldarnir eru á leið tað teir plaga at vera hesa árstíðina. Heidi og Tommy eru eldhugaðir bátaeigarar í Noregi. Stian Sjursen Takle er á ferð við teimum báðum, sum hava yvir 100 gistingar í bátinum um árið. Í februar 2015 er vinadystur í fótbólti í Teheran. Lond úr øllum heiminum eru við, og fyri fyrstu ferð luttekur Svøríki. Og Iran hevur játtað at lata tvær kvinnur leiða svenska mansliðið. Væl gongst. Men so brádliga hendir nakað, sum ger, at óvæntað vend kemur í kappingina. 18 ára gamli Oliver liggur tað mesta av tíðini á sofuni hjá mammu síni. Hann byrjaði at roykja hash, tá hann var 13 ára gamal, og hóast hann er givin nú, hava fleiri ár við hashi og truplum vinfólkum gjørt, at hann er afturúrsigldur. Hvørt mansbarn í Svøríki kendi 103 ára gamla bloggaran Dagny Carlsson í 2015. Nú er Dagny 106 ár. Hon vil ikki verða gloymd og vil fegin uppliva ymiskt spennandi, so tá høvuðsleikluturin í einum filmi stóð henni í boði, tók hon av. Partafelagið Varðin noyddist at keypa danska uppsjóvarskipið Gitte Henning, fyri at fáa flutt føroysk fiskirættindi yvir á skipið og skráseta tað í føroyska skipaskránni. Tað upplýsir Varðin á heimasíðu síni. Seinastu dagarnar hava fólk frá Varðanum verið í Skagen í sambandi við, at felagið skal yvirtaka Gitte Henning. Varðin ætlaði upprunaliga at leiga Gitte Henning fyri Trónd í Gøtu, sum hevur fingið maskinskaða, og verður liggjandi til næsta vár. Einki verður upplýst um, hvussu nógv Gitte Henning er keypt fyri. Avtala er gjørd við danska reiðaríið um, at tað kann keypa skipið aftur um eitt ár, sigur Varðin. Vespur hava ringt við at fóta sær á oyggjum, har ikki er koyrandi. Tað er ein av niðurstøðunum í grein um vespir í Føroyum, sum Sjúrður Hammer og Jens Kjeld Jensen hava skrivað. Hoyr meira í innslagnum her. Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, er komin í politiskt ódnarveður, eftir at hann hevur mælt til, at parlamentið verður sent til hús beint upp undir endaligu samráðingarnar um brexit. Parlamentslimir í andstøðuni og konservativa flokkinum hjá Johnson siga, at hetta er ein gøla og eitt ódemokratiskt stig. Og nú talar fólkið eisini at. Klokkan 9 57 í morgun høvdu 1.302.347 fólk skrivað undir eitt borgarauppskot , sum heitir á landsins leiðarar um at steðga ætlanini um at senda parlamentið til hús. Ætlanin er, at parlamentið skal fara til hús 9. september, bara seks dagar eftir, at tað er komið saman eftir summarfrítíðina, og parlamentið skal so ikki koma samanaftur fyrr enn 14. oktober. Tað er tvær vikur fyri at Bretland skal fara burtur úr ES. Boris Johnson heitti í gjár á Elizabeth drotning um at senda parlamentið til hús, og tað hevur hon eftirlíkað. Forsætisráðharrin sigur, at steðgurin í tingarbeiðnum hevur til endamáls geva stjórnini møguleika at byrja av nýggjum 14. oktober. Boris Johnson gjørdist forsætisráðharri eftir Theresu May fyri einum mánaði síðani, eftir at hon í trý ár hevði roynt at fáa undirtøku fyri eini avtalu um brexit. Finnur Koba er kanska best kendur sum tónleikari, sjónleikari og journalistur. Men fá er nokk tey sum í dag vita, at Finnur Koba í sínum blaðungum døgum royndi seg sum politikara. Toftamaðurin Øssur Hansen er settur sum høvuðsvenjari hjá B68. Øssur Hansen skal venja besta mannsliðið, ungdómin og taka sær av tí ítróttarliga sum heild. Ein afturvendandi táttur í summarmorgni er, at vit undan valinum bjóða einum áhugafelagi, yrkisfelag ella stovni, sum hevur valynski at bera politikarunum til eitt prát. TIGN er almannagagnligt felag, sum hevur til endamál at virka fyri málum teirra, ið hava tørv á røkt, og at virka fyri málum teirra avvarðandi. TIGN heldur at starvsfólkið á eldraheimum og í heimarøktini skulu taka støði í tørvinum hjá tí einstaka menniskjanum, soleiðis, at tað er atgongd til starvsfólk døgnið runt, sum uttan bíðitíð skulu kunna gera vart við seg, um ein hevur brúk fyri stuðuli og hjálp. Felagið heldur, at vit við lóg skulu vit tryggja nóg mikið av starvsfólki, so virðileikin, tørvur fyri stuðuli og hjálp og møguleiki fyri sjálvsavgerðarætti kann gangast á møti. Normering skulu sostatt tryggja eitt minstamark av trygd og dygd í eldrarøktini. Samstundis vísur felagið eisini á, at ov lítið eftirlit er við eldraøkinum. Til ber at kæra um viðgerð til kommunurnar, men sum er, hevur landið ikki eftirlit við dugdina og arbeiðið á eldraøkinum. Tí átti ein kunngerð at verða sett í gildi, sum ásetur landinum at hava eftirlit við tænasturnar á eldraøkinum. Ein mynd hjá fríyrkisfotografinum Rannvá Joensen er vald út til finaluna í myndakappingini hjá travel foto festival í Kalifornia í USA. Myndirnar eru allar sokallaðar ferðamyndir , og myndin hjá Rannvá Joensen er í bólkinum Impossible shot , sum eru myndir av óvanligum myndaevnum, sum eru krevjandi at taka, og sum eru tiknar støð, har torført er at sleppa framat. Myndin hjá Rannvá eitur Crater og er av einari vulkan í Íslandi. Um miðjan september fer Rannvá Joensen til Kalifornia, at kappast ímóti 15 øðrum luttakarum, sum eru valdir út til finaluna. Til ber at atkvøða fyri myndini hjá Rannvá á heimasíðuni hjá festivalinum. Tað vil siga, at Varðin vann sakarmálið, og at teir 11 partaeigararnir í Varðanum sluppa undan at rinda skatt av teimum fyrstu 887 milliónunum, um fyritøkan verður seld. Hægstirættur sigur, at varðafólkini skulu gjalda sjey milliónir krónur, tríggir milliónir til Taks og fýra milliónir í sakarkostnaði. Avtala er gjørd við danska reiðaríið, sum átti Gitte Henning, um, at tað kann keypa skipið aftur um eitt ár, sigur Varðin á heimasíðuni. Hann hevur verið granskari í meira enn 30 ár, og í einari so langari karrieru kemur tú í samband við nógv fólk innan ymsu granskingarøkini. Tað eru nøkur av hesum, sum fríggjadagin leggja leiðina til Kongshøll, at halda stuttt upplegg fyri áhoyrarunum um ymiskt av tí, sum tey, saman við Páli, hava arbeitt við. Sjálvur byrjaði Pál granskingarleið sína við einum skeiði innan gransking í Danmark, har hann í eitt heilt ár slapp at læra um gransking og granskingarhættir. Ein av teimum, ið skulu tala til symposium ið, er Maria Skaalum Petersen, lektari, og hon heldur tað vera eitt gott høvi hjá øllum áhugaðum føroyingum at koma framvið í Kongshøll fríggjadagin, tí talurnar vera á einum støði, sum øll kunnu skilja. Tey gomlu á Boðanesheiminum rópa neyðarróp eftir starvsfólkunum, men starvsfólkini eru so fá og hava so nógv at gera, at tey hava ikki stundir til annað enn at vaska og mata tey gomlu. Tvey ára gamla Matilda er endað í stríði um rættindi til persónligan stuðul. Vit fylgja familjuni hjá Matildu í stríðnum um at fáa ein gerandisdag sum onnur. Morguntingið er ein løtt politisk sending, har nýggj valevni fáa møguleika at greiða frá, hví tey stilla upp til løgtingsvalið 2019. Trý valevni frá trimum ymiskum flokkum eru við í hvørjari sending. Fyri at luttaka í sendingini skal valevni ikki hava verið stillað upp til løgtingsval fyrr. Endamálið við sendingini er at hava eina lætta sending, sum ikki í saman mun er merkt av spenningi millum flokkarnar, men har lurtarin fær høvi at kenna nýggju valevnini. Í Morguntinginum spyr verturin valevnini, hví tey hava valt at stilla upp til løgtingsvalið, og tey verða spurd um, hvørji hjartamál teirra eru. Valevnini frá hinum flokkunum fáa møguleika at viðmerkja hjartamálini hjá ymsu valevnunum. Lurtarar fáa eisini høvi at seta valevnunum spurningar við at skriva inn. Spurningarnir frá lurtarunum kunnu bæði verða til hvørt einkulta valevni, men eisini breiðir spurningar. Aftur her verður møguligt hjá hinum valevnunum at viðmerkja spurningarnar til valevnini. Heimsheilsustovnurin, WHO, hevur gjørt av, at fýra lond í Europa ikki longur kunnu siga, at meslingar ikki ganga í landinum. Tað hendir eftir at meslingar gera um seg í fleiri europeiskum londum. WHO heitir á londini um at koppseta ímóti meslingunum. Londini, sum nú missa rættin til at siga seg vera frí fyri meslingar, eru Bretland, Grikkaland, Tjekkia og Albania. Seinast í 2017 kundi Danmark boða frá, at har gongu meslingar ikki meir. Heimsheilsustovnurin vísir á, at fyrstu seks mánaðirnar í ár vóru 90.000 tilburðir av meslingum í 48 europeiskum londum. Tað er meir enn tvær ferðir so nógv sum í fjør. Tað tað er longu meir enn alt árið í fjør, vísir ein uppgerð hjá heimsheilsustovninum. Meslingar er tann barnasjúkan sum smittar ringast, og vaksin kunnu eisini fáa meslingar, vísir WHO á. Sjúkan kann vera deyðilig um illa vil til. Tí sigur WHO, at minst 95 prosent av fólkinum í einum landi mugu koppsetast, fyri at meslingar ikki skulu gera um seg, skrivar Ritzau. Tá Svøríki vitjaði í Føroyum seinast, vóru Føroyar á odda 1 0, men tað eydnaðist at vinna 1 2 millum annað við máli frá Zlatan Ibrahimovic. Tí er Janne Andsersson, svenskur landsliðsvenjari, avgjørdur, tá hann tosar við svenskar miðlar á tíðindafundi undan dystinum í móti Føroyum hósdagin. Hóast talan er um dyst í Føroyum, eru sviar eru favorittar. Men svenski landsliðsvenjarin heldur, at hóast svenska liðið á pappírinum er betri, so er tað ikki nøkur trygd fyri stigum kortini. Somuleiðis minnir Janne Andersson eisini á, at á Tórsvølli verður spælt á graslíki, sum svenska landsliðið ikki hevur nógvar royndir við. Haraftrat kann bæði regn og vindur seta sín dám á dystin, sigur Janne Anderson, sum eisini heldur tað vera eina avbjóðing bara at lenda í Føroyum, um veðrið ikki er til vildar. Hetta er munandi øðrvísi enn Santiago Bernabeau, sum vit spældu á í juni. Men leikararnir skulu savna seg um uppgávuna á sama hátt nú sum tá, sigur hann. Nú stúra mótmælisfólk fyri, at hermenninir fara at leggja seg útí mótmælini, sum eru fráboðað um vikuskiftið. Kina sigur, at talan er um ein venjing. Ógvuslig mótmælir hava verið í Hongkong í alt summar, tí serliga tey ungu kenna á sær, at kinesiskar lógir skulu galda í Hong Kong, hóast greið avtala varð gjørd, tá Kina seinast í 90unum fekk ræðisrættin yvir Hong Kong. Stjórnin í Beijing hevur fleiri ferðir róð framundir, at hon ikki kann góðtaka framferðina hjá mótmælisfólkunum, tí stríðið ímillum tey og løgregluna harðnar alsamt. Hildið verður, at minst 10.000 kinesiskir hermenn tóku seg um markið til Hong Kong, og teir vóru alvápnaðir, samstundis sum eitt kinesiskt herskip kom til leiðina útfyri Hong Kong. Tað fær álvarsligar avleiðingar um herurin verður biðin um at leggja uppí í Hong Kong, sigur liberali politikarin, Denis Kwok, við The Guardian. Tað fer at gera enda á býnum, leggur hann aftrat. Farna vikuskifti tveittu mótmælisfólkini grót og bensinbumbur eftir løgregluni, sum tók nógv fólk. Tá skjeyt løgreglan eisini fyri fyrstu ferð ímóti mótmælisfólkunum. Hálvan august sendi Kina hermenn til markið, og teir tóku seg um markið í gjáranáttina. Finski forsætisráðharrin Juha Sipil royndi at teppa finska almenna YLE. Tað gjørdist størsta miðlagøla í Finnlandi í nýggjari tíð. Stjórin á svenska YLE Marit af Bj rkesten sigur frá, hvat tey lærdu av gøluni. Her hitta vit millum annað reportaran Maggie Haberman og fólk úr redaktiónini í arbeiðinum at fylgja við forsetanum, sum jú hevur kallað miðlar fyri fólksins fígginda. Fólk við alzheimer verða ikki raðfest , sigur Ann Mari Jensen, forkvinna í Alzheimerfelagnum. Hetta er ein stórur trupulleiki fyri øll, sum hava demens, sum eru yngri enn 67 ár og sum búgva uttan fyri Havnina Manglandi samstarv er orsøkin, sigur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, mælir til, at skipa tilboð til alzheimersjúklingar uttan fyri Havnina. Fólk við Alzheimer, sum eru yngri enn 67 ár, og sum búgva uttan fyri Havnina fáa onga hjálp. Tað merkja Leif og Erika Petersen í Oyndarfirði. Manglandi samstarv er orsøkin, sigur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, sum mælir til at skipa tilboð uttan fyri Havnina. Fólk við Alzheimer, sum eru yngri enn 67 ár, og sum búgva uttanfyri Havnina, fáa onga hjálp . Tað merkja Leif og Erika Petersen í Oyndarfirði. Wong var tikin á opnari gøtu og leiddur inn í ein bil. Saman við honum eru eisini tveir aðrir mótmælisleiðarar tiknir, Agnes Chow, sum eisini er limur í Demosisto og leiðarin í loysingarflokkinum í Hong Kong, Andy Chan. Øll hava tey gingið á odda í mótmælunum sum hava vart síðani fyrst í juni. Í dag eru fimm ár liðin síðani kinesisku myndugleikarnir settu úr gildi eina lóg, sum gav fólkinum at velja leiðara í Hong Kong á frælsum vali. Tí bera myndugleikarnir ótta fyri uppaftur ógvusligari mótmælum. Fyri fimm árum síðani vóru mótmælir í 79 dagar, og ein sum stóð á odda fyri teimum, var tann tá 17 ára gamli Joshua Wong. Myndugleikarnir í Hong Kong hava sett forboð fyri mótmælum í dag av ótta fyri harðskapi, eru boðini, skrivar tíðindastovan hjá Ritzau. Amerikanski forsetin, Donald Trump, sum skuldi vitja í Póllandi um vikuskiftið, hevur avlýst ferðina. Orsøkina sigur hann vera ódnin Dorian, sum hóttir Florida, skrivar Ritzau. Ódnin kemur inn yvir statin mánamorgunin, og guvernørurin í Florida hevur lýst undantaksstøðu í statinum, og hevur biðið fólk um at keypa mat undir seg, so tey hava nóg mikið til eina viku. Mett verður, at Florida kann hava avgerandi týdning í amerikanska forsetavalinum, sum verður næsta ár, og tí ynskir forsetin at vera heima, tá ódnin tekur land. Amerikanski forsetin, Donald Trump, boðaði frá, at ístaðin fer varaforsetin, Mike Pence, á vitjan í Póllandi. Hetta er aðru ferð, at Donald Trump avlýsir eina vitjan. Herfyri avlýsti Trump eina vitjan í Danmark fyrst í næstu viku, tí Mette Frederiksen ikki vildi umrøða spurningin, at lata USA keypa Grønland. Tá legði hann aftrat, at ferðin til Danmarkar var útsett. Normeringin má taka hædd fyri, hvussu nógva røkt tey einstøku búfólkini krevja. Tað sigur forkvinnan í Heilsuhjálparafelagnum, Mary Antonsdóttir. Bretland og Suðurkorea hava skrivað undir eina fríhandilsavtalu sum skal koma í gildi tá Bretland fer úr ES 31. oktober, skrivar tíðindastovan Ritzau. Ein talsmaður fyri bretska uttanríkisráðið sigur við Reuters, at avtalan verður tann sama, sum Suðurkorea nú hevur við ES. Avtalan skal forða fyri, at órógv kemur í handilsviðurskiftini ímillum londini eftir brexit. Bretland hevur seinastu tíðina roynt at fáa líknandi avtalur við onnur lond, sum londini hava við ES. Nývaldi bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, hevur svorið, at bretar fara úr ES 31. oktober, uttan mun til um nøkur avtala er gjørd. Talsmaðurin fyri bretska uttanríkisráðið sigur, at avtalan hevur eitt virði uppá 726 milliardir krónur. Ein talsmaður fyri suðurkoreansku stjórnina sigur, at avtalan skal forða fyri óvissu eftir brexit. Facebook, filmar, plakatir, lesarabrøv, uppringingar, banka á hurðar, persónlig sambond, faldarar, greinar. Politikarar nýta nógvar háttir at fáa fólk at velja seg. Hetta valstríðið hevur verið eyðkent av, at flokkarnir hava gjørt uppaftur meira tilfar til sosialu miðlarnar enn til undanfarin val. Serliga eru fleiri filmar hjá valenum ella flokkum at síggja, sigur Sissal Kristiansen, sum hevur virka sum samskiftisráðgevi hjá ymsum flokkum trý tey undanfarnu løgtingsvalini. Sera rúgvismilka miðlatilfarið, kann tú hava við sær, at veljararnir troyttast og missa yvirlitið og tískil gevast at geva sær far um tað, vísur hon á. Eisini viðgerða vit veljarakanning, sum Spyr.fo gjørdi 20. august, tá 500 føroyingar vóru spurdir um, hvørjar miðlar tey hava nýtt at kunna seg um løgtingsvalið. Tað gjørdist greitt, tá hann gjørdist nummar tvey í hálvfinaluni í einmansrógving, ella single scullara, í heimsmeistarakappingini sum er í Eysturríki. Kravið var, at hann skuldi vera millum tríggjar teir fremstu í hálvfinaluni, fyri at sleppa við til OL. Finalan í HM kappingini verður sunnudagin. Sverri Sandberg Nielsen rør fyri Danmark. Hann verður av eygleiðarum mettur at hava sera góðar møguleikar at vinna heiðursmerki í HM kappingini. Danmark hevur ongantíð vunnið heiðursmerki í hesi kappingini áður. Niðanfyri sært tú Sverra rógva seg í finaluna. Sverri til OL. Lógarásettar normeringar fara ikki at loysa trupulleikarnar hjá starvsfólkum á røktarheimum, sum hava ov nógv at gera. Tann størsti trupulleikin er, at tað er sera trupult at fáa starvsfólk, bæði faklærd og ófaklærd. Friðingarnevndin í Streymoyar sýslu fær nú umsóknina um at taka av friðingina, sum er á húsinum, sum matstovan Koks brúkar til køk frammi við Gjónna. Men nú, søkt er um at strika friðingina, so køkurin kann brúkast, er loyvið longt til umsóknin er liðugt viðgjørd í Friðingarnevndini fyri Streymoyar sýslu og í Yvirfriðingarnevndini. Tá Koks flutti í húsið frammi við Gjónna, bleiv ein blikkskúrur, sum har stóð, umvældur og gjørdur til køk. Tað er hann, stríðið nú er um. Morguntingið er ein løtt politisk sending, har nýggj valevni fáa møguleika at greiða frá, hví tey stilla upp til løgtingsvalið 2019. Trý valevni frá trimum ymiskum flokkum eru við í hvørjari sending. Fyri at luttaka í sendingini skal valevni ikki hava verið stillað upp til løgtingsval fyrr. Endamálið við sendingini er at hava eina lætta sending, sum ikki í saman mun er merkt av spenningi millum flokkarnar, men har lurtarin fær høvi at kenna nýggju valevnini. Í Morguntinginum spyr verturin valevnini, hví tey hava valt at stilla upp til løgtingsvalið, og tey verða spurd um, hvørji hjartamál teirra eru. Valevnini frá hinum flokkunum fáa møguleika at viðmerkja hjartamálini hjá ymsu valevnunum. Lurtarar fáa eisini høvi at seta valevnunum spurningar við at skriva inn. Spurningarnir frá lurtarunum kunnu bæði verða til hvørt einkulta valevni, men eisini breiðir spurningar. Aftur her verður møguligt hjá hinum valevnunum at viðmerkja spurningarnar til valevnini. Eyðfinn Jensen er vertur í sendingini. Í mars varð ungur føroyingur tikin fyri at royna at smugla 6 kilo av hassji til Føroya. Maðurin varð dømdur 1 árs fongul fyri smuglingina. Tað skrivar TAKS. Í juli gjørdi hassjhundurin aftur vart við seg, tá ein 25 ára gamal føroyingur varð steðgaður á flogvøllinum fyri at royna at smugla kokain til Føroya. Maðurin hevði fjalt 47 gramm av kokaini innvortis. Hann varð dømdur 7 mánaða fongsulsrevsing. Ólavsøkudag vórðu somuleiðis tveir ungir føroyingar steðgaðir á flogvøllinum. Teir høvdu fjaldu ávikavist 28 og 77 gramm av hassji innvortis. Menninir bíða nú eftir dómi í Føroya rætti, skrivar TAKS. 400 fólk møttu, tá skipað varð fyri veljarafundi í Salti á Drelnesi. Bæði veljarar og valevni vóru samd Suðuroyggin skal koma fyrst hjá teimum suðuroyingum, ið verða valdir í løgtingið. Val kring landið, veljarafundur í Kongshøll í Havn. Fjórði og seinasti valfundurin og seinasta formansumfar upp undir løgtingsvalið 31. august, Val kring landið, veljarafundur í Kongshøll í Havn. Fjórði og seinasti valfundurin og seinasta formansumfar upp undir løgtingsvalið 31. august, Síðstu 20 árini hava lutfalsliga flest føroyingar verið á løgtingsvalinum í 2004. Tilsamans 92,1 prosent av teimum, sum høvdu valrætt, vóru á løgtingsvalinum 20. januar. Hinvegin var valluttøkan lakast á løgtingsvalinum í 2011. Tilsamans 86,6 prosent av teimum, sum høvdu valrætt, greiddu atkvøðu á løgtingsvalinum 29. oktober í 2011. Tilsamans 37.819 fólk hava valrætt á løgtingsvalinum í dag, hetta eru 1.361 fleiri enn á valinum í 2015. Sí nógv fleiri tøl á temasíðuni til løgtingsvalið her. Tað hevur verið ruðuleikakent í danska vinstraflokkinum eina tíð og í dag boðar Lars Løkke Rasmussen frá, at hann leggur frá sær sum formaður. Tað er av týdningi at virða seg sjálvan eg kann ikki vera formaður í einum flokki, har eg ikki sleppi at tosa um og troyta ta politisku kósina, eg havi lagt. Takk fyri nógv góð ár. Flokksleiðslan umrøddi í gjár trupulleikarnar, sum hava verið í flokkinum seinastu tíðina, og á fundi í dag skuldi politiska støðan umrøðast. Men fimm korter seinni varð boðað frá, at Løkke var farin av fundinum, og hann skrivaði altso á twitter stutt eftir, at hann ikki longur er formaður fyri Vinstra. Men flokkurin skal ikki bara hava nýggjan formann. Christian Jensen, sum hevur verið næstformaður í flokkinum hevur eisini lagt frá sær, skrivaði hann á twitter fyri løtu síðani. Sambært Jóan Peturi Hentze, leiðara á valstaðnum, væntast tey, at hava talt allar atkvøðurnar upp millum klokkan 23 30 og 24 í kvøld. Valhølið á Hálsi í Havn er størsti valstaður og vanliga seinasta og avgerandi valúrslitið. Elduvík er tað minsta valstaðið við 10 veljarum, Tórshavn tað størsta við 12.971 veljarum. Tilsamans 37.819 fólk hava valrætt á løgtingsvalinum í dag. Helgi Arn órsson hevur búð í Føroyum í 15 ár. Hann er uppvaksin í Íslandi, er íslendskur ríkisborgari, men 3. august søkti hann um dubultan ríkisborgararætt, og í dag kundi hann tí fara á val sum føroyskur ríkisborgari fyri fyrstu ferð. Misjavnt er, hvussu nógv fólk høvdu verið á vali klokkan 14 í dag, tá 10 tey størstu valhølini í landinum høvdi verið opin í fýra tímar í dag. Meðan valluttøkan í Havn klokkan 14 var 43,1 prosent, var valluttøkan í Klaksvík, sum er næststørsta valstaðið í landinum, bara 26,8 prosent. So nógv fólk høvdu verið á vali klokkan 14 á 10 teimum størstu valstøðunum í landinum. Í yvirlitinum niðanfyri eru brævatkvøðurnar eisini taldar við. Eingin plakat og eingi valevni sum koma á gátt, men friður og frítíð. Soleiðis hava hjúnini valt at nýta valdagin í húsvogni Niðri á Møl á Eiði. Dagurin verður ikki nýttur við tendraðum miðlum, men í kvøld verður meira lívligt, tí stórskíggi verður í húsinum á plássinum, og tónleikur fer at seta sín dám á. Hóast hjúnini ikki vilja siga hart, hvønn tey velja, so hava ey avgjørdar meiningar um, hvat skal raðfestast í politikkinum næstu fýra árini. At góður matur er partur av einum spennandi valkvøldi, hava vit fingið nógvar ábendingar um, og í Rúsuni hava tey funnið tann góða løgin fram, sum hóskar val til føroyskan mat. Til náta er gott við øli og snapsi, og jú fleiri prosent, tess betur, tí náti er sera feitur fuglur, og har skulu nøkur prosent til, fyri at reinsa feittið burtur. Soleiðis sigur Theis Herdalur, sum er handilsleiðari í R suni í Miðlon. Fólk eru spent, og tosa við hvønn annan um tað, tey vóna og halda fer at henda, so stemningurin í Rúsuni er eisini merktur av valstemninginum í dag. Evnini, sum fylla í valkjakinum i Mikladali, eru ikki tey somu sum á stóru plássunum. Eitt nú er ferðavinnan stóra samtaluevnið, tí kópakonan og økið annars er so nógv vitjað av ferðafólki, sum ikki vita, hvar tey kunnu ganga, og hvat tey kunnu hava við sær. Hilmar Jan Hansen hevur snikkað saman ein tátt, sum tekur saman um valstríðið hesaferð, har bæði valkaf ir, veljarafundir og plakatir sleppa upp í part. Lagið til táttin fann Rímundur, sum Hilmar Jan kallar seg í hesum høpi, tá hann hoyrdi sending um Flemming Samuelsen, og hann fall beinan vegin fyri lagnum hja Simma, sum er eitt ekta táttalag, sum hann málber seg. Eisini hava tey sítt egna val á staðnum, har hvør seld køka fær ein kross, og soleiðis ber til at síggja, hvørjir veljarar hava søtast tonn, sum Birgit leggur afturat. Um tað er morgunmaturin, sum dregur, er óvist, men fyrstu veljarnir í Hovi koma beinanvegin, valhølini lata upp, sigur Eydna Danielsen, valstýrisforkvinna. Landfast er ikki til øll valstøð í landinum, men øll, sum hava valrætt, sleppa at velja. Eisini í landsins minstu oyggjum. Hvussu skipa tey fyri vali Tað kannaðu vit fyrr í dag. Fyrstu valúrslitini eru longu komin inn. Tjørnuvík var fyrsti valstaður at telja allar atkvøðurnar. Næstu tímarnir koma øll valúrslitini. Smáu bygdirnar fyrst og síðani størri bygdirnar og býirnir. Sambært Jóan Peturi Hentze, valstýrisformanni á Hálsi í Havn, er ætlanin at hava eina prognosu í Havn um 22 tíðina í kvøld og endaligu úrslitini um midnáttarleiti. Atkvøðutalið er øgiliga lítið í smáu bygdunum og tí skal ein vera varin við at lesa nakað burturúr teim. Skulu vit alíkavæl vera eitt sindur djørv, so sær út til at stóru andstøðuflokkarnir ganga fram, meðan samgonguflokkarnir ganga aftur. Bæði í Tjørnuvík, Hellunum og í Hattarvík sæst hendan sama gongdin. Fólkaflokkurin fær níggju tinglimir, Javnaðarflokkurin átta og Sambandsflokkurin og Tjóðveldi seks tinglimir í part, vísir fyrsta forsøgnin. Forsøgnin byggir á tvey prosent av atkvøðunum og serligt fyrivarni skal takast fyri, at einki valstað í Suðurstreymoy er við í forsøgnini. Sambært forsøgnini fáa Miðflokkurin og Sjálvstýri tveir tinglimir hvør, meðan Framsókn ongan tinglim fær. Nýggju flokkarnir megna heldur ikki upp um tinggáttina. Ein bjarginarbátur í Hvalba bleiv bjargingin, tá Eyðdis Eidesgaard og Eyðun Augustinussen komu ov seint til Smyril og brádliga vóru strandað í Suðri og ikki sluppu á val í Havn. Hesar fimm kvinnur eru inni, sambært hesari forsøgn Sirið Stenberg E 263 atkvøður Edva Jacobsen B 205 atkvøður Ingilín Didriksen Strøm C 111 atkvøður Hanna Jensen F 85 atkvøður Sunneva Mohr C 82 atkvøður Bunkaprognosurnar úr Klaksvík vísa, at unga stjørnuskotið hjá Fólkaflokkinum, Beinir Johannesen, fer avstað við nógvum teimum flestu atkvøðunum. Beinir er 22 ára gamal, og er eitt av yngstu valevnunum hetta løgtingsvalið. Beinir er sjálvur bilsin av úrslitinum. Í løtuni er Beinir heima í Klaksvík, har hann, saman við vinmonnum og familju, fylgir við valium. Endaliga uppteljingin er av. Persónligu atkvøðurnar eru ikki taldar endaliga upp enn, men øll valstøðini eru tald upp. Fólkaflokkurin fær 8 tinglimir, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin fáa sjey tinglimir, Tjóðveldi seks, meðan Miðflokkurin og Framsókn fáa tveir. Sjálvstýri fær bert tann eina tinglimin. Úrslitið bendir á, at samgonga verður millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og so onkran av smáu flokkunum, møguliga fleiri. Brennandi spurningurin nú er, um Aksel V. Johannesen velur at leggja frá sær, ella um hann ger eina roynd at skipa samgongu við Sambandsflokkinum og smáu flokkunum. Hetta tykist tó vera lítið sannlíkt. Fólkaflokkurin 24,6 1 Beinir Johannesen 995 2 Jacob Vestergaard 779 3 Jørgen Niclasen 724 4 Jógvan á Lakjuni 680 5 Christian Andreasen 583 6 Jákup Mikkelsen 549 7 Uni Rasmussen 464 8 Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur 461 Sambandsflokkurin 20,3 1 Bárður á Steig Nielsen 1220 2 Magnus Rasmussen 575 3 Helgi Abrahamsen 498 4 Kaj Leo Holm Johannesen 468 5 Frimodt Rasmussen 356 6 Rósa Samuelsen 314 7 Johan Dahl 277 Javnaðarflokkurin 22,1 1 Aksel V. Johannesen 2327 2 Ingilín Didriksen Strøm 543 3 Henrik Old 443 4 Heðin Mortensen 425 5 Djóni Nolsøe Joensen 352 6 Jóhannis Joensen 284 7 Bjarni Hammer 271 Tjóðveldi 18,1 1 Høgni Hoydal 1209 2 Sirið Stenberg 491 3 Bjørt Samuelsen 406 4 Kristina Háfoss 346 5 Beinta Løwe 299 6 Hervør Pálsdóttir 289 Framsókn hevur verið umboðað av Poul Michelsen og Honnu Jensen. Poul Michelsen er afturvaldur við einari atkvøðu meira enn Ruth Vang , meðan Hanna Jensen ikki er afturvald. Tey 179 uppstillaðu valevnini fingu tilsamans 32.151 persónligar atkvøður á løgtingsvalinum í gjár. Her er allur listin við teimum persónligu atkvøðunum hjá valevnunum. Jógvan Tróndarsson í Hoyvík hevur tikið havhestaungar og í sendingini fyllir og steikir hann teir. Og grannin Kristian Johansen bakar drýlin, sum verður etin aftur við. Í sendingini greiða teir báðir frá Jógvan Tróndarsson fyllir havhestaungarnar við súreplum og sviskum, kryddrar væl og steikir teir síðani í smáar tveir tímar við 180 stigum, fyrst ein tíma á búkinum og síðani ein lítlan tíma á rygginum. Til vaksin fólk hevur hann tveir havhestaungar. Uppskrivtina til fínadrýlin hevur Kristian Johansen frá mammuni, sum er av Strondum. Hann gevur drýlinum skorpu á pannuni, áðrenn hann fer inn í ovnin at baka í 35 minuttir. Henda sendingin var fyrstu ferð at hoyra í 1993. Vælgagnist er ein útvarpsrøð, sum Tórður Mikkelsen legði til rættis fyrrapartin í nítiárunum. Við so nógvum sterkum kvinnum á flokslistanum skuldi Hervør Pálsdóttir gera okkurt heilt serligt fyri at fáa fólk til at leggja merki til sín, so tað gjørdi hon. Hon bjóðaði Christian Andreasen til holmgongu, tí hon helt tey bæði vera so ymisk sum politikarar, sum man kann vera, og væl eydnaðist, tí tey komu bæði inn. Í dag fara Súlan, sum er fakfelagið hjá flogternunum hjá Atlantic Airways, og Føroya arbeiðsgevarafelag, har sum Atlantic Airways er limur, at handa hvørjum øðrum krøvini um nýggjan sáttmála. Onnur fráboðan um arbeiðssteðg er send Atlantic Airways. Sambært henni verður verkfall tann 1. oktober, um ikki sáttmáli er gjørdur tá. Atlantic Airways sigur, at verkfalsfráboðanin er bara galdandi fyri donsku støðina hjá felagnum, ikki fyri flogternurnar, sum hava støð í Føroyum, og tað hava tær flestu. Súlan hevur nú havt eykaaðalfund, og nevnd er vald. Helena Johannesen er forkvinna í Súluni og hinar í nevndini eru Ása Østerø og Dís í Dali Jespersen. Sáttmáli er fyri flogternurnar. Hann eigur Starvsmannafelagið, men eingin flogterna er limur har longur. Tann sáttmálin er galdandi til 1. november í ár. Stýriskipanarlógin sigur, at nývalda løgtingið kemur saman klokkan 10 00 tólvta yrkadag eftir valdagin. Men løgmaður kann boða til fundar fyrr enn tað. Aksel V. Johannesen er løgmaður so leingi, hann ikki hevur ein meiriluta móti sær. Aksel V. Johannesen hevur eisini heimildina at skipa samgongu. Men leggur hann frá sær, kallar løgtingsformaðurin formenninar í flokkunum á fund og spyr teir, hvør skal hava rættin at samráðast um samgongu. Sambært stýriskipanarlógini er reglan tann, at innan 10 yrkadagar eftir, at fráfarandi løgmaður hevur biðið um at verða loystur úr embæti, leggur løgtingsformaður uppskot um løgmansevni fyri løgtingið. Løgtingið skal í seinasta lagi fjórða yrkadagin eftir at tað hevur fingið uppskotið atkvøða um tað. Fellur uppskotið, verður aftur formansumfar. Hesa ferð er freistin fýra dagar. Um so er, at løgtingið fýra ferðir fellir uppskotið hjá løgtingsformanninum um løgmann, skrivar starvandi løgmaður út nýval til løgtingið. Sverri Sandberg Nielsen og Oliver Zeidler úr Týsklandi høvdu báðir ein øgiligan endaspurt, har týskarin í síðsta enda var eitt evarska lítið vet frammanfyri 25 ára gamla rógvaran úr Miðvági. Sverri Sandberg Nielsen skrivaði danska og føroyska róðrarsøgu, tá hann sum tann fyrsti nakrantíð, vann Danmark heiðursmerki í ein mansrógving í eini heimsmeistarakapping. Eg eri ómetaliga glaður fyri úrslitið. Eg vónaði, at eg fór at vinna eitt heiðursmerki. Tað megnaði eg. Fyrsta málið var at vinna mær luttøku í OL, tað megnaði eg eisini, so eg eri ordiliga glaður, sigur Sverri Sandberg Nielsen. Tað vóru tríggjar av royndu kreftunum hjá runavíkingum, sum gjørdu málini. Klæmint Olsen gjørdi fyrsta málið, Pól Jóhannus Justinussen næsta og Bárður J. Hansen triðja. Ein gardinbátur og bjargingarbáturin hjá Nólsoyar Bjargingarfelag sigldu fólk av Bursatanga til Nólsoyar aftaná arbeiðstíð seinnapartin. Andstøðan hevði fund eftir døgurða og flokkarnir fóru síðani út til Aksel V Johannesen, at biðja hann lata samráðingarrættin frá sær. Tað var ein bilsin Jógvan Skorheim, sum fekk durafjórðingin á fundi við hinar andstøðuflokarnir. Miðflokkurin vil eiga 17. atkvøðuna, er niðurstøðan hjá Jógvani Skorheim. Í morgin fer Aksel V Johannesen at boða tingformanninum, Páll á Reynatúgvu, frá, at hann skal peika á ein nýggjan samráðingarleiðara. Í staðin fyri at geva skattalættar, eiga vit at spara meira upp og goyma til tá tíðirnar vera verri, enn tær eru nú. Tí, sum Búskaparráðið sigur, um vit geva skattalættar nú, tá tíðirnar eru so góðar, ístaðin fyri at leggja til síðis, vera konjuktursveiggini størri. Og hetta merkir, at góðu tíðirnar vera enn betri, meðan ringu tíðirnar enn verri. Búskaparráðið mælir ístaðin til, at vit spara pening saman nú tíðirnar eru góðar peningur, sum kann koma verri tíðunum til góðar. Tríggir floksformenn fara út í Tinganes við eini áheitan á løgmann um at leggja frá sær. Ábendingar um samstarvið vórðu longu leygarkvøldið. Løgmaður fer í morgin at leggja frá sær, eftir at Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin eru samdur um at fara undir samráðingar um eina nýggja samgongu. Mótmælið hjá nólsoyingum mótvegis strandferðsluni, gekk ikki heilt sum ætlað. Í heili fimm tímar vóru gott 40 fólk fangaði umborð á Ternuni í Nólsoy í gjár. Partarnir handaðu hvør øðrum krøvini í gjár, og samráðingarnar halda fram seinni í mánaðinum, sigur arbeiðsgevarafelagið. Nevndin í Súluni er mannað av nýggjum, og samráðingarnar eru fyri allar flogternur hjá Atlantsflogi, bæði í Føroyum og Danmark. Arbeiðsgevarafelagið sigur, at verkfalsfráboðanin frá Flyvebranchens Personale Union, FPU, fevnir bara um støðina hjá Atlantic Airways í Keypmannahavn, men hon rakar ikki flogternurnar, sum hava støð í Vágum, sigur felagið. Føroya arbeiðsgevarafelag sigur eisini, at felagið er ikki fevnt av verkfalsfráboðanini frá FPU, og nú samráðingar eru byrjaðar við Súluna, væntar felagið, at verkfalsfráboðanin fyri støðina hjá Atlanstflogi í Keypmannahavn verður tikin aftur. Tað varð avgjørt í lutakasti her fyri og nú er eisini greitt, hvar dystirnir skulu spælast. Somuleiðis er greitt, at talan verður bara um ein dyst í móti hvørjum landi. Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, sigur nú, at sannlíkindini fyri, at Bretland fær eina nýggja avtalu við ES um Brexit, eru góð, skrivar danska kringvarpið, DR. Boris Johnson segði á tíðindafundi í gjár, at hann heldur, at ES er til reiðar at gera ein nýggja avtalu, tí Bretland fyrireikar seg til at fara úr evropeiska samveldinum við ongari avtalu 31. oktober. Boris Johnson sigur, at hann vónar at fáa eina nýggja avtalu í lag, tá toppfundur verður aftur í ES. Hann ger samstundis greitt, at hann fer ongantíð at biðja ES um at útseta Brexit. Ikki øll eru sannførd um, at Boris Johnson fer at arbeiða fyri einari nýggjari avtalu við ES. Tað er greitt, at hann hevur onga ætlan um at fáa eina avtalu í lag. Hann er til reiðar at tveita Bretland út av eggini 31. oktober, og tað eigur hann ikki at sleppa, sigur fyrstiráðharrin í Skotlandi, Nicola Sturgeon. Andstøðuflokkurin Labour og konservativir parlamentslimir, sum eru ímóti, at Bretland skal fara úr ES við ongari avtalu, arbeiða við einum uppskoti, sum skal forða fyri, at Bretland fer úr ES, uttan so at ein avtala er gjørd frammanundan. Bretskir miðlar gittu allan gjár, at Boris Johnson fór at útskriva parlamentsval, men tað vísir forsætisráðharrin aftur. Eg vil ikki hava val, og tað vilja tit heldur ikki, segði hann við tíðindafólk. Eg hevði fegin vilja hildið fram, tí eg haldi ikki, vit eru komin á mál við øllum tí, vit settu okkum fyri, sigur Aksel V. Johannesen. Óli Poulsen og Jákup Marnar Anthoniussen eru høvuðsmenninir. Plátan var eitt nýbrot bæði tøkniliga og í stíli. Ljóðið hevur altjóða dám. Óli Poulsen skrivaði flest øll løgini og hevði flestu ljóðførini um hendi. Jákup Marnar Anthoniussen var høvuðssangari á útgávuni. Plátan var tikin upp í Bløndal upptøkuhølunum í Keypmannahavn á sumri í 1987. Tosað varð við høvuðsmenninar og aðrar, ið meta um plátuna. Tað upplýsir vaktarleiðarin á løgreglustøðini í Havn. Men tá Ternan var á veg um Nólsoyarfjørð, ringdi fólk úr Nólsoy til løgregluna, og boðaði frá, at nólsoyingar ætlaðu at seta tiltøk í verk, tá Ternan legði at. Millum annað fekk løgreglan boð um, at fólk ætlaðu at binda Ternuna, og tá so portrið var latið upp, var ætlanina at seta ein bil á portrið, so portrið ikki kundi latast aftur, og Ternan av tí sama ikki slapp frá landi. Tey boðini sendi løgreglan til MRCC, ið síðani setti seg í samband við skiparan á Ternuni og greiddi honum frá ætlanunum.Tað var helst orsøkin til, at skiparin valdi ikki at lata portrið upp. Løgreglan fór til Nólsoyar, men har hendi einki nevnivert av trupulleikum, sum løgreglan málber seg. Klokkan var tríkorter til tíggju um kvøldið, tá Ternan fór úr aftur Nólsoy. Á ferðini til Havnar, tosaðu løgreglufólkini við skiparan, upplýsir vaktarleiðarin á løgreglustøðini í Havn. Málið er hjá løgregluni, men støða er ikki tikin til, um nakað meir verður gjørt í málinum. Tað er ikki altíð, at man er upplagdur áðrenn fimleikurin byrjar, men so skjótt vit koma í høllina, so verður man glaður. Og tá farið verður undir fimleikin, merkir man, hvussu tað hjálpir. Soleiðís sigur Anna Maria Gøricke, sum í seks ár hevur gjørt fimleik við Firvaldunum, sum er lið, sum Krabbameinsfelagið og Fimleikafelagið Ljósið hava sett á stovn. Í Suðuroy byrjaði eitt lið fyri tveimum árum síðan, og nú ynskir Krabbameinsfelagið at fáa lið aðrastaðni í landinum. Tað er týdningarmikið, at tann, sum hevur liðið, veit um, hvussu tað er at arbeiða við sjúkum fólkum, og fólkum, sum hava verið sjúk, sigur Jancy Gaardlykke, sum er dagligur leiðari í Krabbameinsfelagnum Bogi Bech Jensen, sum seinastu fýra árini hevur verið rektari á Glasi, hevur sagt seg úr starvi. Mentamálaráðið fekk uppsøgnina í gjár og hevur gingið henni á møti, skrivar Mentamálaráðið í tíðindaskrivi júst nú. Bogi Bech Jensen hevur loyst eina torføra uppgávu, nú hann seinastu fýra árini hevur staðið á odda fyri arbeiðinum at leggja teir tríggjar ymisku miðnámsskúlarnar í Havn saman til ein felags skúla. Samanleggingin var eitt politiskt ynski og tilgongdin hevur til tíðir verið krevjandi, men arbeiðið við at samansjóða starvsfólk og næmingar á Glasi er nú komið væl og virðiliga undir land. Vit taka uppsøgnina til eftirtektar og vilja samstundis takka Boga Bech Jensen fyri stóra arbeiðið, sum hann hevur lagt fyri dagin í hesi drúgvu tilgongdini, sigur Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum. Bogi Bech Jensen grundar uppsøgnina á, at samanleggingin nú er vorðin veruleiki, og at skúlin og rektarin tí eru komnir til eitt vegamót. Hetta hava verið fýra góð og lærurík ár, og hetta hevur verið sera gevandi fyri meg, men eg kenni nú, at tíðin er komin at royna okkurt annað og loyva øðrum kreftum framat á Glasi, staðfestir Bogi Bech Jensen millum annað í uppsagnarskrivinum. Inntil nýggjur rektari verður settur, verður Steinbjørn Hardlei, umsitingarstjóri á Glasi, virkandi rektari. Hann fer tó at kunna heita á Boga Bech Jensen í uppsagnartíðini, um tørvur verður á tí. Oljufelagið Atlantic Petroleum fekk í juni 181.108 krónur í sekt frá danska keypsskálanum fyri at bróta reglurnar, sum eru galdandi fyri keypsskálan. Umframt at spæla fleiri konsertir, hevur hon eisini verið í upptøkuhølunum, og spælt inn fleiri nýggjar sangir. Tann nýggjasti nevnist Genda og verður frumspældur aftaná prátið við Joanitu. Fyrst í august var eg so heppin at sleppa sum sjálvboðin til Libanon saman við Reyða Krossi, at síggja hjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi í økinum. Í hesi lítlu vikuni upplivdi eg eina rúgvu, bæði av góðum og av ringum. Libanon er eitt lítið land á stødd við Jylland, tó við heili 6 milliónum íbúgvum. Av hesum 6 milliónum er 1 3 flóttafólk. Hesi flóttafólk eru í høvuðsheitum sýrar, ið eru flýddir frá borgarakríggi í teirra heimlandi. Tað hevur verði fantastiskt at lært hesi fólk at kenna. Vit brúktu meginpartin av ferðini á teimum ymisku flóttafólkalegunum í Libanon. Alllastaðni vit fóru vóru vit møtt við gestablídni og kærleika, bæði frá børnum og vaksnum. Børnini vóru serstakliga fegin at fáa vitjan. Tey vóru forvitin at vita hvaðani vit komu, og hvat vit gjørdu heima hjá teimum. Tey komu rennandi yvir til okkum og spurdi um vit tímdi at spæla. Vit brúktu nógva tíð saman við børnunum, meðan tey lærdu okkum nógv ymisk spøl og ramsur frá teirra barndómi í Sýria. Tað var fantastiskt at hoyra um teirra dreymar. Tey vóru sera ivrig at fortelja okkum hvat tey vildu vera, tá tey blivu stór. Tey mest vanligu svørini vit fingu vóru Politi , Hárfríðkari og Sangari . Men samstundis sum tað var eitt sera gott upplivilsi at møta hesum børnum, so var tað eisini ógvuliga ringt at skilja alt tað, ið tey høvdu upplivað í teirra stutta lívi. Nógv teirra hava mist foreldur, systkin ella vinir undir krígnum, og enn fleiri teirra liva við sálarligum avleiðingum av at hava vitnað so nógvan ræðuleika á einum so ungum aldri. Vit brúktu eisini nógva tíð inni hjá foreldrum teirra. Tey vóru sera blíð og altíð klár at fortelja um lív teirra og hjálpa okkum at skilja hesa truplu støðu. Inni í hvørjum einasta húsi vit komu í, fingu vit bjóðað okkurt til matna ella ein vatnsopa. Tær samrøður, ið vit høvdu, varpaðu veruliga ljós á tann veruleikan, ið so nógv menniskju liva í. Samstundis var tað eisini flott at síggja, hvussu viljasterkar hesar familjur eru. Teirra størsti dreymur var, at børn teirra kunnu fáa eina virðiliga útbúgving, soleiðis at tey ein dag sjálvi kunnu gerast sjálvbjarging og kunnu hjálpa øðrum í neyð. Enn er ein langur vegur til at vit fáa loyst hendan stóra trupulleikan, og ein langur vegur til, at hesi menniskju aftur kunnu fáa eitt virðiligt lív í tryggleika. Reyði Krossur arbeiðir hvønn dag við at hjálpa hesum fólkum til ein betri gerandisdag. Hetta inniber alt frá at veita mat og drekka til sálarliga hjálp. Nógvar eldsálir brúka alla teirra tíð og orku sum sjálvboðin, at hjálpa medmenniskjum, ið hava stóran tørv á tí. Vónandi gerst talið av hesum eldsálum størri, tí tað er ongin ivi um, at stórur tørvur er á tí. Hóast vit liggja langt burturi, ber tíbetur eisini til at hjálpa her í Føroyum. Eitt nú ber til at gerast innsavnari til landsinnsavningina, har mann gongur við bússum frá húsi til hús at savna inn pening. Tað tekur áleið 2 tímar og innkomni peningurin verður brúktur til hjálpararbeiðið antin úti í heimi og her í Føroyum. Í ár fáa 4 innsavnarar enntá gávubræv á krónur 2000 frá Atlantic Airways. Oddbjørn Joensen, Tróndur Arge umrøða PL og Betri Deildina. Rasmus Nolsøe, hjálparvenjari hjá HB, tekur samanum gongdina hjá Føroyameistarunum higartil í ár Í 1981 fer Katrin á Gravarbø at stuðla einari smágentu, ið býr á einum barnaheimi í Korea, við einari fastari upphædd uppá 100 krónur um mánaðin, ið hon heldur á við, til hon missur sambandið, tá gentan gerst myndug og flytur frá koreanska barnaheiminum. Men nú Katrin hevur leitað eftir henni, hava tær aftur fingið samband, og suðurkoreanska smágentan, sum í dag er ein vaksin kvinna, hevur vitjað í Føroyum á sínari brúdleypsferð. Vit hevur verið á gátt á Gravarbø í Klaksvík, har vit hittu hjúnini Katrin og Markus Tummas á Gravarbø og suðurkoreansku kvinnuna Park Sang Ja. Týskvøldið klokkan 20 00 verður fyrilestur við Prof. Dr. Manfred Spitzer og Gitte Klein um ávikavist skíggjanýtslu og skíggjavanar í Klingruni á Føroya Tele. Á Gomlurætt varð sett á at bora 14. august. Har eru boraðir góðir 40 metrar. Tilsamans eru nú boraðir 412 metrar, av 10.785 metrum. Lendið, sum borað verður í, er turt og gott, men neyðugt varð at flyta munnan til tunnilin á Gomlurætt áðrenn boringin byrjaði, sigur Teitur Samuelsen, stjóri í Sandoyartunlinum. Tað fer væntandi at taka umleið hálvttriðja ár, at bora Sandoyartunnilin. Eftir ætlan skal Sandoyartunnilin lata upp fyri ferðslu í desember 2023, skrivar Sandoyartunnilin á Facebook. Í fráboðanini til Boris Johnson, forsætisráðharra, sigur Phillip Lee, at hann far ikki virka til frama fyri áhugamálum hjá sínum valdømi og tilframa fyri landsins áhugamálum, sum limur í konservativa flokkinum. Brexit tilgongdin hevur minkað henda frálíka flokkin til nakað, sum mest av øllum minnir um ein lítlan bólk, har konservatisman hjá hvørjum limi verður mátað í mun til, hvussu eirindaleyst tú vilt sleppa úr ES. Og eitt av helst størstu vónbrotunum er, at flokkurin er vorðin smittaður av sjúkunum populismu og enskari nationalismu, sigur Phillip Lee í grundgeving síni. Bárður á Steig Nielsen hevur í dag fingið heimild at royna samgongusamráðingar. Tað er greitt eftir at allir formennirnar hava verið hjá løgtingsformanninum og víst á, hvønn teir halda verða tann rætta at leiða samráðingarnar. Sandoyggin fekk einki umboð á tingi hesaferð. Sandoyggin hevur annars bæði undir einum og sjey valdømum fingið tvey umboð á ting. Men hesaferð rakk ikki. Og hetta harmar politisku feløgini í oynni. Glasir skal hava nýggjan rektara. Bogi Bech Jensen, sum seinastu fýra árini hevur verið rektari, hevur sagt upp og gevst beinavegin. Tað var í mai 2015, at Bogi Bech Jensen bleiv settur sum rektari á Glasi. Bogi Bech Jensen, sum er professari í orkuverkfrøði, var annars útbúgvingarleiðari á Setrinum, áðrenn hann tók við rektarastarvinum. Ætlanin hjá Varðanum var fyrst at leiga størsta skipið í danska fiskiflotanum, uppsjóarskipið Gitte Henning, fyri Trónd í Gøtu, sum hevur maskinskaða. Men fyri at fáa flutt fiskiloyvini yvir á Gitte Henning noyddist Varðin at keypa skipið fyri 295 milliónir krónur. Talan er um eitt nýggjari og størri skip enn Trónd í Gøtu. Talgildir miðlar drepa heilakyknurnar hjá børnum. So bersøgið lýsir professari í sálarfrøði árinini av stóru skíggjanýtsluni hjá børnum í dag. Petra Majtanova er ein teirra, ið hevur merkt, hvussu ringa ávirkan talgildir miðlar kunnu hava á børnini. Petra og familjan er vorðin meira tilvitað um árinini av skermnýtslu hjá børnunum. Og dagurin í dag verður helst líka dramatiskur, tí væntandi fer meiriluti í dag at taka avgerð um, at Bretland ikki kann fara úr ES við ongari avtalu. Harumframt skal Boris Johnson heita á ES um at útseta brexit dagfestingina, sum í løtuni er 31. oktober, um eingin avtala er innan 19. oktober. Eftir tríggjar tímar drúgt kjak í gjárkvøldið, atkvøddu 328 fyri og 301 í móti, at parlamentið kann samtykkja eina skundlóggávu. Men lógaruppskotið skal tó fyrst viðgerðast í bretka yvirhúsinum. Boris Johnson svaraði ígjárkvøldið beinanvegin aftur og endurtók, at hann í roynd og veru ikki vil hava val, men at hann fer at royna at útskriva val, um parlamentið í dag samtykkir at útseta brexit dagfestingina. Semja hevur ikki verið í núverðandi parlamenti, sum hevur sitið síðani 2017, um, hvussu og við hvørjum treytum bretar skulu fara úr ES, soleiðis sum avgjørt var við fólkaatkvøðu í 2016. Parlamentið hevur tríggjar ferðir vrakað avtaluna, sum fyrrverandi bretski forsætisráðharrin, Theresa May, fekk við Brússel í fjør. Boris Johnson skal hava tvær av hvørjum trimum atkvøðum í parlamentinum, sum skulu taka undir við, at hann kann skriva út val í ótíð. Atkvøðugreiðslan verður helst hildin í seinasta lagi mánadagin. Skrivstovan hjá forsætisráðnum hevur upplýst, at parlamentsvalið so verður 14. oktober. Fyri stuttum kom fram, at amerikianska luftverjan fer at økja um virksemi sítt í Íslandi, og ger íløgur fyri meira enn 370 miljónir danskar krónur í tænastur í Keflavíkar flogvøllinum, so at 18 24 jagarflogfør kunnu hava støð í Íslandi. Íslendski forsætisráðharrin, Katrin Jakobsdóttir, segði mánadagin í samrøðu við RUV, at hon stúrir fyri øktu herbúgvingini í Arktis sama hvaðani hon kemur. Tað snýr seg ikki bara um USA, men eisini um Russland og Kina, tí eg haldi ikki, at hetta er leiðin til friðarligt samskifti. Eg eri serstakliga stúrin, tá ið størsta hóttanin, sum vit hava, ikki er hernaðarlig, men veðurlagsbroytingar, segði Katrin Jakobsdóttir, forsætisráðharri. Katrin Jakobsdóttir og Mike Pence hittast í kvøld. Á vitjanini í Íslandi skal Pence eisini hitta íslendska forsetan, Guðna Jóhannesson, og Guðlaug Tór Tórðarson, uttanríkisráðharra. Munurin hesaferð var ikki seks mál. Men óhepni og størri og minni persónlig mistøk høvdu við sær, at málini gerast ov nógv. Hvítarussland dugdi eisini væl at straffa okkum, og so standa vit eftir við enn einum stórtapi, sigur John Petersen, landsliðsvenjari hjá kvinnum, við FSF heimasíðuna. Til tíðir var talan um heilt gott føroyskt spæl, men í avgerandi løtunum vóru okkara kvinnur ikki nóg neyvar, og so spurdist ikki meir burtur úr, skrivar FSF. Á fótbóltsvøllinum vóru argentinski bóltsnillinguin og disfunktionelli býurin í Suðuritalia eitt gott match men handan leiktjøldini ruggaði alt ikki rætt. Klokkan níggju byrjaði fínteljingin eftir løgtingsvalið leygardagin. Teljast skulu 33.779 atkvøður, og støða skal eisini takast til 85 blankar atkvøður og 65 ógildar atkvøður. Fínteljingin er spennandi, tí einans atkvøða skilir Poul Michelsen, sum varð valdur fyri Framsókn, og Ruth Vang, sum ikki varð vald. Og tríggjar atkvøður eru á muni millum Bjarna Hammer, sum varð valdur fyri Javnaðarflokkin, og Eyðgunn Samulsen, sum ikki varð vald. 18 fólk, sum Innlendismálaráðið hevur biðið, fíntelja. Fínteljingin verður á Hotel Hafnia. Og fínteljing eftir eitt val tekur tíð. Í 2015 var fínteljingin liðug klokkan seks um kvøldið. Hon vardi tá í níggju tímar. Festivalurin byrjar í dag og verður til og við sunnudagin. Á skránni er millum annað kapprenning í haganum, kajakksigling, havsvimjing og konsertir. Hoyr bretska festivalfyriskiparan, Theo Larn Jones, greiða frá, hvussu tað ber til, at ein breti kemur til Føroya at skipa fyri einum festivali fyri útlendingum. Finnur Fríði royndi heilt norðuri móti markinum til altjóða sjógv í eitt samdøgur og fekk 1.000 tons. Finnur Friði landar á Tvøroyri. Norðborg byrjaði fiskiskap leygardagin og hevur góð 700 tons, men Norðborg virkar fiskin umborð, so hon hevur ikki brúk fyri so stórum nøgdum. Har fara at starvast sjey fólk. Til sammetingar hevur landsstýrismaðurin í uttanríkismálum í Grønlandi 15 starvsfólk í sínum aðalráði, skrivar tíðindastovan AP. Í mai læt USA eina skrivstovu upp í Nuuk við einum embætisfólki. Embætisfólkið býtir starvstíðina millum Nuuk og amerikansku sendistovuna í Keypmannahavn. AP hevur fingið hendur á einum uppriti, sum amerikanska uttanríkisráðið hevur sent kongressini í Washington um ætlanirnar í Grønlandi. Konsulátið skal eisini verða við til at økja amerikansku hjáveruna í Arktis og verður ein pallur at fremja amerikansk áhugamál í Grønlandi, stendur í uppritinum. Saman við programmleiðaranum Pernilla Mønsson Colt fara vit til Sk ne. Vit síggja, hvussu alt byrjaði, tá Pernilla, John Taylor gartnari og Tareq Taylor kokkur av fyrstan tíð komu til urtagarðin, sum allur var tilgrógvin við ókrúti. Bretska undirhúsið samtykti í gjárkvøldið uppskotið um, at heita á ES um at útseta brexit. Millum annað var meiriluti fyri eini lóg, ið strikar møguleikan hjá stjórnini, at fara úr ES við ongari avtalu. Eftir atkvøðugreiðsluna bað Boris Johnson, forsætisráðharri, um stuðul til at skriva út val í ótíð, men tað eydnaðist honum heldur ikki. Hann skuldi hava undirtøku frá tveimum triðingum í Undirhúsinum. Formaðurin í Labour, Jeremy Corbyn, segði undir orðaskiftinum í gjár, at hann tekur ikki undir við vali í ótíð, fyrr hann er vísur í, at hart brexit verður av ongum. Uppskotið um, at heita á ES um, at útseta brexit dagfestingina var til atkvøðugreiðslu tíðliga í gjárkvøldið. Og uppskotið vann frama. Endamálið hjá teimum, sum áttu uppskotið, var, at forða fyri, at Bretland fer út ES við ongari avtalu 31. oktober. Nú uppskotið er samtykt, verður málið, at bretar fara úr ES 31. januar næsta ár. Tíðarneyðin íkom eftir, at Boris Johnson boðaði frá, at hann fór at senda parlamentið til hús í ein mánað frá næstu viku av og fram til 14. oktober, tá trúntalan verður hildin. Virksemið á rognkelsistøðini í Svínoynni er at ala yngul upp í eina stødd, har rognkelsini kunnu setast út í aliringarnar á sjónum. Við loyvisbrævinum týsdagin hevur alistøðin í Svínoy nú fingið øll neyðug loyvi til at fara undir at ala sambært alilógini. Virksemið hjá Svínoyar rognkelsistøð kann tí byrja alt fyri eitt. Svínoyar rognkelsistøð var einasti umsøkjari. Sjúrður Jacobsen í Svínoy eigur 60 prosent av Sp f Svínoyar rognkelsistøð, og Bakkafrost eigur 40 prosent. Fínteljingin í gjár eftir løgtingsvalið leygardagin broytti ikki úrslitið. Poul Michelsen fekk seks atkvøður afturat, so hann hevur 271 atkvøður. Ruth Vang fekk eina atkvøðu afturat og fekk tí 265 atkvøður. Poul Michelsen, formaður í Framsókn, er tí framvegis valdur í løgtingið. Spennandi var eisini í Javnaðarflokkinum, har Bjarni Hammer hevði tríggjar atkvøður fleiri enn Eyðgunn Samuelsen. Her gjørdist uppaftur meira spennandi. Tí Eyðgunn Samuelsen fekk eina atkvøðu afturat, og fekk tí 269 atkvøður. Men Bjarni Hammer fekk 271 atkvøður. So munurin millum tey bæði minkaði niður í tvær atkvøður. Hjá Fólkaflokkinum fingu Annika Olsen og Brandur Sandoy sama atkvøðutal, 289 atkvøður. Annika Olsen fekk eina atkvøðu afturat í fínteljingini, og Brandur Sandoy fekk tvær atkvøður afturat. Leigan verður 30.000 krónur um árið. Leigarin skal so fáa allar inntøkur og bera allar útreiðslur. Ein inntøka kann blíva at leiga plássið til at hava húsvognar standandi um veturin, tí har er veðurgott Hvørt norðurland hevur sítt umboðsfólk, sum umframt at umboða landið, eisini umboðar ein part av tí list, ið verður framleidd í londunum, sum eru umfatað av norðurlendska samstarvinum. Randi Samsonsen er nýggjasta føroyska umboðsfólkið, og fer komandi árini at hjálpa føroyingum, ið vilja søkja pentar úr norðurlendska mentanargrunninum, at skriva umsóknina rætt, soleiðis, at størstur møguleiki er at fáa játtandi svar. Endamálið við konsertini er fyrst og fremst at fáa roynt ljóðviðurskiftini til alskyns sløg av tónleiki, so á skránni eru bæði tey, ið larma illa, og tey, ið framføra heilt stillisliga. Ólavur Olsen, sum er varaleiðari á Musikkskúlanum, greiðir frá um endamálið við konsertini, sum hann sigur er at trykkprøva høllina. Ljóðstøðið verður mált, meðan framførslurnar eru, og so kann støða takast til, hvussu gjørt verður, tá tónleikarar skulu framføra ymisk sløg av tónleiki í framtíðini. Í kvøld, hóskvøldið 5. september, fer VoiceZone at hava dupultkonsert í auluni í Finsen í Havn saman við føroyska ungdómskórinum Experiment, og leygardagin, 7. september klokkan 17, verður dupultkonsert í Gøtu kirkju saman við Gøtu kirkju ungdómskórið. Politiski leiðarin í Hong Kong, Carrie Lam, segði á tíðindafundi í dag, at kinesiska stjórnin í Bejing skilir, virðir og stuðlar avgerðini hjá stjórnini í Hong Kong um at strika lógaruppskotið, sum vildi havt við sær, at borgarar í Hong Kong kundu verið útflýggjaðir til Kina til rættarsókn. Reuters skrivar, at stjórnirnar í Bejing og Hong Kong vóna, at hetta stigið fer at sissa mótmælisfólk, sum í mánaðir hava kravt borgararættindi og broytingar í Hong Kong. Lam kunngjørdi eisini, at samskiftið skal fáast í lag millum myndugleikar og borgarar fyri at loysa aðrar trupulleikar av fíggjarligum, sosialum og politiskum slagi, so sum bústaðarneyðina hjá ungdómi, sum eisini hava gjørt politiska ófriðin í Hong Kong verri, sambært Carrie Lam. Hóast afturtøka av uppskotinum um at útflýggja borgarar til rættarsókn í Kina hevur verið eitt høvuðskrav hjá mótmælisfólkunum, so hava tey fýra onnur krøv. Viðgerðarstovnurin Frælsi, hjá Frelsunarherinum, hevur tikið stig til fyrilesturin, sum verður í Smæruni í Havn í dag, tann 5. september, klokkan 19 00. Fyrilesturin tekur støði í bókini Mit liv, mine regler , sum Niels Roos skrivaði um sítt lív, har hann tosar um alt frá sínum tónleika framførslum á stórum donskum pallum til ovurnýtslu av rúsevnum og skundinnlegging. Tað sigur Martin Edlund, stjóri í Minesto, ið saman við SEV ger royndir við sjóvarfallsorku, sum væntandi verður partur av framleiðsluni um fá ár. Neyðugt er við fleiri upplýsingum um høllina, áðrenn vit fara at viðgera byggiloyvið, sigur Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu. Av tí at ætlaða byggingin er hægri enn 15 metrar, varð neyðugt við serstakari byggisamtykt fyri økið, har turrdokkin er, og landsstýrið hevur góðkent serstøku byggisamtyktina. Runavíkar kommuna bíðar eftir fleiri upplýsingum frá MEST. Men hjá MEST hendir lítið og einki í málinum í løtuni, sigur Mourtis Mohr, stjóri á skipasmiðjuni. Tvey fólk, sum dagliga selja og keypa gamlar lutir, fáa 10.000 krónur í part at handla fyri. Seinni verða lutirnir mettir av serkønum, og dagsins vinnari er tann, sum fær hægstu meting. Samgongutingingarnar millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Miðflokkin halda fram, og nú vil Miðflokkurin hava sítt hjartamál, hjúnabandslógina, broytta aftur. Málið er at reinsa hjúnabandið, so tað bara er fyri kvinnu og mann. Vit meta ikki, at nakar annar møguleiki er reellur og fara ongantíð at góðtaka nakað annað. Vit royna tað, sum vit kunnu fyri at fáa tað gjørt. Eg nevndi úti í Kongshøll kvøldið fyri løgtingsvalið, red. , at tað at billa fólki inn, at tey eru hjún, tvey av sama kyni, tað er at sleppa teimum upp á fjall. Eg brúkti orðini, at selja teimum eina spilta vøru, sigur Jenis av Rana. Eiler Fagraklett frá LGBT sigur, at tað verður ein vanlukka, um rættindini at ganga saman í borgarligt hjúnalag nú skal takast frá teimum samkyndu eftir so drúgt og hart stríð. Tað hevur verið ein so ræðuliga keðiligur og strævin bardagi fyri okkum og okkara avvarðandi. Skulu vit so aftur fara at berjast um rættin at vera í Føroyum og hava somu rættindi sum aðrir borgarar Vit eru í ferð við at stovna familjur, og vit trívast væl í Føroyum. Tað vildi verið ein vanlukka, um tey byrja at taka nakað frá okkum aftur, sum vit hava bart hart fyri og vunnið, sigur Eiler Fagraklett. Samgongutingingarnar millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Miðflokkin halda fram, og nú vil Miðflokkurin hava sítt hjartamál, hjúnabandslógina, broytta aftur. Málið er at reinsa hjúnabandið, so tað bara er fyri kvinnu og mann. Vit meta ikki, at nakar annar møguleiki er reellur og fara ongantíð at góðtaka nakað annað. Vit royna tað, sum vit kunnu fyri at fáa tað gjørt. Eg nevndi úti í Kongshøll kvøldið fyri løgtingsvalið, red. , at tað at billa fólki inn, at tey eru hjún, tvey av sama kyni, tað er at sleppa teimum upp á fjall. Eg brúkti orðini, at selja teimum eina spilta vøru, sigur Jenis av Rana. Eiler Fagraklett frá LGBT sigur, at tað verður ein vanlukka, um rættindini at ganga saman í borgarligt hjúnalag nú skal takast frá teimum samkyndu eftir so drúgt og hart stríð. Tað hevur verið ein so ræðuliga keðiligur og strævin bardagi fyri okkum og okkara avvarðandi. Skulu vit so aftur fara at berjast um rættin at vera í Føroyum og hava somu rættindi sum aðrir borgarar Vit eru í ferð við at stovna familjur, og vit trívast væl í Føroyum. Tað vildi verið ein vanlukka, um tey byrja at taka nakað frá okkum aftur, sum vit hava bart hart fyri og vunnið, sigur Eiler Fagraklett. Tað verður ein katastrofa fyri samkynd, um man nú tekur rættindi frá teimum aftur, sum tey hava stríðst fyri og vunnið.Tað sigur Eiler Fagraklett talsfólk fyri LGBT. Miðflokkurin vil, at hjúnabandið skal bara vera fyri mann og kvinnu og tað er á samráðingarborðinum, har Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin sita. Tað skulu ikki gerast serliga lógir fyri okkum. Tí vit eru ikki serlig fólk. Vit vilja bara vera javnt stillað við onnur í Føroyum, sigur Eiler Fagraklett Hann heldur, at tað er spell, at málið verður latið upp aftur nú, og at man ætlar at taka rættindi frá samkyndum, júst sum tey eru byrjað at trívast í Føroyum. Haraftrat heldur hann ikki, at hetta er tað, sum veljarin vil, tí bæði Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin hava lovað ikki at rulla nakað aftur. Miðflokkurin hevur undir valstríðum aftur og aftur ført fram, at samkynd ikki hoyra heima í hjúnabandslógini, og nú flokkurin samráðist um samgongusamstarv við Sambandsflokkin og Fólkaflokkin, endurtekur Jenis av Rana, formaður floksins krøv. Tað verður ein katastrofa fyri samkynd, um man nú tekur rættindi frá teimum aftur, sum tey hava stríðst fyri og vunnið.Tað sigur Eiler Fagraklett talsfólk fyri LGBT. Miðflokkurin vil, at hjúnabandið skal bara vera fyri mann og kvinnu og tað er á samráðingarborðinum, har Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin sita. Tað skulu ikki gerast serliga lógir fyri okkum. Tí vit eru ikki serlig fólk. Vit vilja bara vera javnt stillað við onnur í Føroyum, sigur Eiler Fagraklett Hann heldur, at tað er spell, at málið verður latið upp aftur nú, og at man ætlar at taka rættindi frá samkyndum, júst sum tey eru byrjað at trívast í Føroyum. Haraftrat heldur hann ikki, at hetta er tað, sum veljarin vil, tí bæði Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin hava lovað ikki at rulla nakað aftur. Hundratals útlendingar skulu um vikuskiftið renna fjallarenning í føroysku fjøllunum. Hetta er í samband við festivalin4 Átjan Wild Islands. Talið av tilmeldaðum er tvífalda síðani tiltakið var fyrstu ferð í fjørð. Átjan Wild Islands er ein renni og tónleika festivalur, sum strekkir seg frá mikudegnum 4. Septembur til og við sunnudagin 9. Septembur. Høvuðsendamálið við festivalinum er at renna í føroysku fjøllunum og at lurta eftir góðum tónleiki. Sokallað mountain trail running. Luttakarirnir kunnu sjálvir velja, um teir vilja renna 10, 25, 42 ella 60 kilometrar. Fyri at tiltakið skal eydnast væl, hava fyriskiparirnir lagt dent á, at trygdin er í lagi. Tá luttakarirnir møta til kunning í Perluni, verður øll teirra útgerð kannað. Rennarirnir verða tískil ikki bara sleptir uppá fjall. Tað er ikki bara renning á skránni hesar dagarnar. Luttakararnir kunnu millum annað tekna seg til grottu svimjing, surfing, klatring, stand up paddle ella at sigla kajakk í Bø. Orsøkin til, at uppskotið fall, er, at andstøðan, sum hevur meirilutan sær tað sum eina fellu, og at Boris Johnson hevði tvingað Brexit igjøgnum, uttan eina avtalu við ES um mannagongdirnar. Hotel Skálavík letur aftur næsta ár, eftir at semja ikki fekst millum Smyril Line samtakið og Immanuel Grunnin, sum eigur bygningarnar, um nýggjan leigusáttmála. Skálavíkingar harmast um at Hotel Skálavík skal lata aftur 31. mars í næsta ár. Leiðslan á hotellinum heldur somuleiðis at tað er spell, at hotellið skal lata aftur, men tey síggja onga aðra loysn, sum nú er. Smyril Line samtakið hevur síðani 2015 leigað bygningarnar í Skálavík, har Hotel Skálavík heldur til. Bygningarnar eigur Immanuel Grunnurin, og tað eru hesir báðir partarnir, ið skuldu røkka eini semju um raksturin av hotellinum. Hetta eydnaðist ikki. Fyrrverandi forsetin í Simbabvi, Robert Mugabe, er deyður, 95 ára gamal. Tað boðar boðar núverandi forsetin, Emmerson Mnangagwa, frá á Twitter. Tað skrivar Emmerson Mnangagwa á Twitter. Robert Mugabe stýrdi Simbabvi við harðari hond í trý áratíggju, til 2017, tá hann varð koyrdur frá. Umheimurin fordømdi fleiri ferðir stýrið hjá Robert Mugabe, tí hann kúgaði hvíta minnilutan í landinum, og fór harðliga fram móti sínum politisku mótstøðumonnum. Av tí at makrelurin er so nýggjur í grønlendskum sjógvi, er ilt at siga, hví hann er horvin í ár, sigur Teunis Jansen, granskari á grønlendska náttúrustovninum, við KNR. Men tað kann hava samband við føðina og hitan í sjónum, sigur hann. Makrelurin gýtir vestan fyri bretsku oyggjarnar um várið, og fer síðani norðureftir, millum annað í grønlendskan sjógv, eftir æti. Makrelfiskiskapurin hevur fingið stóran týdning í Grønlandi. Mesti fiskiskapurin var í 2014. Tá vórðu fiskað 78.000 tons av makreli av grønlendskum sjógvi, og 23 prosent av øllum útflutningsvirðinum hetta árið vóru makrelur. Hugsa tær, hon er yvir 90 ár og býr framvegis í somu húsum, sum tá hon varð fødd í. Hevur búð her alt lívið og hevur ikki broytt nakað, tí tað er ikki neyðugt. Hetta er Kennir tú slagið bara heilt øðrvísi. Sviar vóru effektivir og væl fyri, tá teir vitjaðu á Tórsvølli í gjárkvøldið. Tá 23 minuttir vóru spældir, vóru Føroyar aftanfyri við trimum málum móti ongum. Og tá farið var til hálvleiks, var høvdu sviar skorað fjórða málið. EM undankappingardystur á Tórvølli 5. september 2019 Føroyar Svøríki 0 4 0 4 0 1 Alexander Isak, 11. minuttir 0 2 Alexander Isak, 15. minuttir 0 3 Victor Lindel f, 23. minuttir 0 4 Robin Quaison, 41. minuttir Tá hon tók land í Bahamaoyggjunum var hon á fimta stigi, og tá var vindferðin meira enn 80 metrar um sekundið. Dorian er ringasta ódn, sum hevur rakt Bahamaoyggjar. Ódnin er nú yvir amerikansku strondini, men hóast hon er linkað, er nógv avfall í ódnini, sum kunnu elva til stóra vatnflóð. Nógv fólk eru flutt burtur undan Dorian. Oscar Bjerrehuus er 17 ár og sonur Oliver Bjerrehuus. Hjá foreldrum hansara er markið fyri, hvat er vanligt, heilt aðrastaðni enn hjá flest øðrum. Men skal Oscar siga nei til tað stuttliga, villa og kreativa lívið, sum foreldrini hava presenterað Eitt tilboð frá modellfyritøkuni setir Oscar í eina nýggja støðu. 23 ára gamli Christian hevur ilt við at vera saman við konufólki. Hóast hann er flottur maður, sum venir javnan og hevur skil á gerandisdegnum, so eru trupulleikar, tá hann skal í song við konufólki. Christian setur seg í samband við Tværs, og tá sær hann so við og við, at avriksóttin hevur samband við, at hann ikki er eins væl fyri innan, sum hann sær út uttan. Hvørji orð brúka sviar, tá teir arga ella vilja vera kerligir Vit eru saman við einum flokki í einum miðnámsskúla. Ella og Khalid siga frá misskiljingum teirra millum, tá tey gjørdust góð. Í sambandi við, Lars Larsen, andaðist fyri stuttum, vísa vit hesa portrettsendingina frá 2017. Lars Larsen var fjórðríkasti maður í Danmark. Hann seldi seingjarklæði um allan heim. Í portrettsendingini frá 2017 tosar Lillian Gjerulf Kretz, tíðindafólk við hann, um fátæksligu barnaárini, ið gjørdu, at hann fekk ein tørv at vísa heiminum, at hóast nógvar forðingar, so ber til at gerast til nakað stórt. Mótstøðan hjá Miðflokkinum móti samkyntum hjúnalag hevur fingið valevni og flokslimir í Sambandsflokkinum at senda floksleiðsluni áheitan um ikki, at slaka í spurninginum um borgararættindi hjá samkyndum. Nýggja havrannsóknarskipið verður á Skála um miðjan september. MEST yvirtók í gjár skipið frá skipasmiðjuni í Litava, sum hevur smíðað skrokkin. Samstundis varð skipið skrásett undir føroyskum flaggi. MEST sigur, at nú verður gjørt klárt at toga havrannsóknarskipið til Føroya, og væntandi kemur tað á Skála um miðjan september. Summarmorgun hevur tosað við Pól Hans á Grønutúgvu og Sonna á Horni, ið eru við til at skipa fyri kappkoyringini, sum byrjar leygardagin klokkan 10. Jónas Bloch Danielsen, dagligur leiðari í Mentanarhúsinum, greiðir frá konsertunum og tónleikatiltøkunum, sum verða í vikuskiftinum. Ferðaætlanin er í tráð við altjóða sáttmálar fyri manningar við handilsskipum, og er nakað øðrvísi enn ferðaætlanin hjá Smyrli, skriva Strandfaraskip Landsins. Prince siglir bara tveir túrar um dagin um Suðuroyarfjørð, umframt at Prince liggur á Tvøroyri hvørja nátt. Eisini er longri millum túrarnar, enn vanligt, millum annað tí Prince er væl størri skip enn Smyril, og kann tí brúka meira tíð til at leggja at og fara frá bryggju. Ferðaætlanin verður eftirmett, tá skipið hevur verið í sigling í eina viku, skrivar Strandferðslan. Ferðaætlanin fyri siglingina hjá Prince millum Havnina og Suðuroy er klár og sæst á heimasíðuni hjá Strandfaraskipum Landsins. Føroyingar geva í miðal fimm ferðir so nógv sum danir til innsavning hjá Reyða krossi men vit føroyingar eiga at geva nógv meira. Tað sigur Jóhannes Eidesgaard, formaður í Reyða krossi Føroya. Í miðal letur ein dani 4 krónur í til innsavningina, meðan ein føroyingur letur 20 krónur. Tó kunnu vit í Føroyum lata munandi meira. Tað er í morgin, at árliga landsinnsavningin hjá reyða krossi verður. Tørvur er á umleið 400 sjálvbodnum fleiri hava longu meldað seg, men tørvur er á enn fleiri. Omanfyri 20 valevni og limir í Sambandsflokkinum sendu í gjár út skriv, har tey ávaraðu Sambandsflokkin ímóti at broyta hjúnabandslógina. Lógin er samtykt og tað er eingin orsøk at arbeiða aftureftir, siga tey. Málið er allarhelst longu avgreitt, sigur John Johannesen, politiskur viðmerkjari, sum ikki sær fyri sær, at Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin fara at taka undir við ætlanunum hjá Miðflokkinum. Í Fuglafirði gleða børn og barnsligar sálir seg til stóru kassabila kappkoyringina í morgin. Kappkoyringin er partur av mentanardøgunum í býnum. Í dag byrjar hondbóltsárið av álvara. Stórsteypadystirnir eru nevniliga á skránni seinnapartin. Dystirnir eru ein upptakt til landskappingarnar, sum byrja um eina viku. Dystirnir eru millum meistarar og steypavinnararnar í fjør. Hjá kvinnum vann Kyndil greipuna, so VÍF, sum tapti bæði steypa og FM finaluna, verður aftur mótstøðuliðið í dag. Hjá monnum vann H71 meistaraheitið, meðan Neistin vann steypafinaluna, og tað verða sostatt tey bæði liðini, sum spæla stórsteypadyst um Lionsbikørini. Tað er Lions Club, sum skipar fyri stórsteypadystunum, og peningurin, sum kemur inn, verður í ár latin til Felagið fyri lesi og skriviveik. Dysturin millum kvinnurnar hjá Kyndli og VÍF verður klokkan 16 00, meðan menninir hjá H71 og Neistanum spæla klokkan 18. Dystirnir verða spældir í Hoyvíkshøllini. Bárður á Steig Nielsen, samráðingarleiðari letur heilt væl at samgongusamráðingunum millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Miðflokkin. Eg vænti, at vit fara at koma á mál, um ikki í dag, so í øllum førum mánadagin ella fyri evstamark, sum er týsdagin á middegi, sigur hann. Eftir at hava sæð dystin hjá Føroyum móti Svøríki aftur og viðgjørt hann í hópinum, er niðurstøðan hjá føroyska fótbóltslandsliðnum óbroytt. Har er millum lítið og einki gott at koma eftir, ásannar liðformaðurin Atli Gregersen, nú áðrenn landsdystin móti Spania í morgin. Ein av stigtakarunum til mótmælistiltakið um Nólsoyarsiglingina herfyri leggur Strandferðsluna undir at hava brotið revsilógina við í fleiri tímar at hava hildið ferðafólki umborð á Ternuni sunnudagin 1. september, og fyri at hava brotið sína lógarásettu flutningsskyldu við at nokta at sigla til Nólsoyar dagin eftir mótmælistiltakið. Eitt meira varið og verjukent útgangsstøði er ætlanin hjá føroyska landsliðnum, sum hevur so at siga ógjørligu uppgávuna at reisa seg eftir keðiliga tapið í móti Svøríki hóskvøldið. Tað er boðskapurin hjá Lars Olsen, landsliðsvenjara, nú føroyska landsliðið hevði sína einastu venjing í Gijón í Spania seinnapartin. Hvalvíkar kirkja fær nýggjan prest í dag. Nú klokkan 11 skipar Uni Næs, dómpróstur, Jákup Erlingsson Petersen í embætið í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi í Hvalvíkar kirkju. Jákup Erlingsson Petersen varð prestvígdur 21. januar í fjør í dómkirkjuni, og hevur síðani virkað sum vikarur millum annað í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi og í Eiðis prestagjaldi, stendur á heimasíðuni hjá Fólkakirkjuni. Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Miðflokkurin sótu við samráðingarborðið til klokkan 22.00 í gjárskvøldið. Bárður á Steig Nielsen, sum er samráðingarleiðari, sigur, at tað gongur væl við samráðingunum, og at tað nú bert eru einstøk mál, sum eru eftir at avgreiða, áðrenn nýggj samgonga kann skipast. Flokkarnir hava samráðst síðan mánadagin, og eru nú komnir væl ávegis við einum samgonguskjali, men enn eru flokkarnir ikki komnir til málsøkjabýti, sigur Bárður á Steig Nielsen. Landsliðsvenjarin hjá monnum í fótbólti, Lars Olsen, lovar broytingar undan dystinum í kvøld í móti Spania, samanborið við liðið, sum byrjaði dystin í móti Svøríki. Útgangsstøðið verður meira varið, tí menn skulu í størri mun hugsavna seg um verjupartin, sigur hann. 681 Nú vakna fuglar í urð og lund 18 Alvalds Guð 264 Brót gjøgnum ský 598 Sálmin legg á tungu mína 507 Onga tíð er frá mær váði Anne Mette Greve Klemensen, prestur, prædikar. Bernhardina Mikkelsen er deknur. Við orglið situr Heðin Kambsdal og klokkari er Petur Abrahamsen. Violinistur er Atli Ellendersen. Tøkningur í kirkjuni er Høgni Reinert Hansen. Lars Olsen, A landsliðsvenjari, og Jóannes Jakobsen, hjálparvenjari, hava kunngjørt, hvørjir leikarar skulu taka dystin upp við sponsku heimsstjørnurnr í kvøld. Gunnar Nielsen verður í mál. Í verjuni verða Heini Vatnsdal, Atli Gregersen og Rógvi Baldvinsson. Á miðvøllinum vera Sølvi Vatnhamar, Brandur Olsen, Hallur Hansson og Viljormur Davidsen, og í álopinum vera Jóan Símun Edmundsson, Klæmint Andrasson Olsen og Jóannes Bjartalíð. Árni Frederiksberg, Rene Shaki Joensen og Hørður Askham byrjaðu inni í dystinum í móti Svøríki, men hava ikki fingið afturval. Síðstnevndi vegna skaða. Dysturin byrjar klokkan 19.45 og verður hann spældur á Estadio El Molinón í Gijón. Roknað verður við umleið 22.000 áskoðarum til dystin. Spanski landsliðsvenjarin Robert Moreno krevur ikki nakran stórsigur av sínum monnum, nú heimsstjørnurnar á hansara liði skulu dystast við Føroyar í kvøld. Vit mugu vísa øllum liðum virðing, vit mugu skora eitt mál, og gera vit tað, fara vit eftir tí næsta. Sjálvandi er tað betri við seks málum heldur henn fýra, men tað er ikki endamálið, sigur Robert Moreno, spanskur landsliðsvenjari. Gunnar Nielsen í mál, Heini Vatnsdal, Atli Gregersen og Rógvi Baldvinsson í verjuni. Sølvi Vatnhamar, Brandur Olsen, Hallur Hansson og Viljormur Davidsen á miðvøllinum, og Jóan Símun Edmundsson, Klæmint Andrasson Olsen og Jóannes Bjartalíð í álopinum. Klokkan 02 35 fekk MRCC boð frá manningini um, at sjey manns vóru umborð, og teir vóru farnir í bjargingarvestar. Stutt eftir vóru boðini, at seks mans høvdu sloppið sær upp á land, og at tann sjeyndi fór at royna at sigla bátin inn. Hesin var tó noyddur at geva skarvin yvir, tí hann hevði ikki tamarhald á bátinum, og hann vann sær tí eisini uppá land. Stutt eftir fór báturin av skerinum, og rak fyri vág og vind, til hann aftur fór á land á Víkartanga eystanfyri bygdina tveir tímar seinni. Tá tað fjarðaði, kom báturin at standa á turrum, og ein roynd verður at fáa hann av aftur skerinum, tá tað fløvar aftur í kvøld, verður sagt av løgreglustøðini. Menninir umborð á glastrevjabátinum høvdu verið í vertskapi í Vági. MRCC boðsendi løgregluna, sum kannaði teir fyri rúsdrekka. Hóast royndirnar vístu, at rúskdrekka var uppií er óvist um nakar verður skuldsettur, tí einki evsta mark er fyri, hvussu nógva promillu tú kanst hava, tá tú siglir hetta slag av báti. Talan kann kortini vera um brot á Lógina um trygd á sjónum, tí hon ásetur, at tú skalt vera førur fyri at stýra bátinum trygt í land, sigur vakthavandi á politistøðini. Nógvur vindur var í nátt, stundum upp í 30 metrar um sekundið. Anne Marie Norby og Birgir Enni matgera umborð á træseglskipinum Norðlýsinum. Tey hava sjálvi júst verið á Kalsbaksfirði og kavað eftir rávøruni, ið brúkt verður til rættirnar í hesari Vælgagnist sending. Flestu fólkini, ið eru við til hetta borðhaldið umborð á Norðlýsinum, hava ongantíð áður smakkað øðu, hummara og krækling, sum eru forrættirnir, og tey flestu hava heldur ikki áður smakkað høvuðsrættin, ið er innbakaður laksur. Henda sendingin var fyrstu ferð at hoyra 9. februar í 1993. Vælgagnist er ein útvarpsrøð, sum Tórður Mikkelsen legði til rættis fyrrapartin í nítiárunum. Vatnið í Havn, Hoyvík og pørtum av Argjum hevur verið dálkað við e koli bakterium og entrikokkum. Tí hevur verið neyðugt hjá fólki í Havn at kóka vatnið. Starvsfólk á Dugna, hava í longri tið arbeitt við einum hugskoti um at menna eitt alternativ til keypsnet úr plastikki. Hetta siga tær báðar Elin Lindenskov, samskipari og Anna Louisa Jacobsen frá Tinghúsinum. Úrslitið bleiv Láninet, sum starvsfólk á Dugna hava sniðgivið, seymað og prentað. Higartil hava tey framleitt 200 net, sum fara í Tinghúsið og Endurnýtsluhandilin á Kambsdali 16. September 2019. Í annaðkvøld klokkan 20.55 føroyska tíð vísir Danmarks Radio dokumentarin Fyr en fed p Færøsk. Dokumentarurin fylgir Arnfinni á Birtuni og Hallí Hjalgrímsson frá Framtakinum fyri rættinum at velja kannabis dagarnar áðrenn løgtingsvalið. RÆTTING Dokumentarurin er ikki tøkur í dag á netinum men í morgin klokkan fimm. Samráðingarnar um samgongu eru komnar so langt, at løgtingsformaðurin á middegi í morgin kann vænta sær boð frá Sambandsflokkinum, Fólkaflokkinum og Miðflokkinum um, at samgonguskjalið er liðugt, men at málsøkini eru eftir at býta. Grindin verður skift til Hovs , Porkeris , Vágs og Sumbiar kommunur. Hesar kommunur hava bert fingið grind einaferð í ár. Hinar hava fingið tvær ferðir, sigur Jaspur Vang, sýslumaður í Suðri. Tað er greitt, nú allar atkvøður eru taldar tíðliga í morgun, skrivar NRK. Arbeiðaraflokkurin hevði afturgongd upp á átta prosentstig. Stóri vinnarin á valinum er Senterpartiet, sum hevði framgongd upp á seks prosentstig og fekk tilsamans 14,4 prosent av atkvøðunum. Einsini umhvørvisflokkurin, Tey Grønu, hevði stóra framgongd í fleiri býum. Í Oslo fekk flokkurin 15,2 prosent av atkvøðunum og gjørdist triðstørsti flokkur. Hóast Arbeiðaraflokkurin hevði stóra afturgongd, so er lokalvalið, sambært norsku valmyndugleikunum, farið til vinstru. Reyðu flokkarnir í Noregi hava framgongd og fáa nærum 56 prosent av atkvøðunum. Tað merkir, at góður møguleiki er fyri reyðum samgongum í nógvum norskum kommunum og fylkjum. Valluttøkan á lokalvalinum var, at 64,5 prosent vóru á kommunuvali, og sløk 60 prosent á vóru á vali til norsku fylkini, skrivar Ritzau. Í 2002 var líka við, at Hjalgrím Elttør skrivaði seg inn í søgubøkurnar, tá hann sum 19 ára gamal rakti stongina, heldur enn at javna til 2 2 á útivølli í móti Týsklandi. Sunnukvøldið var líka við, at ein annar ungu klaksvíkingur, 23 ára gamli Jóannes Bjartalíð, gjørdi eitt minniligt mál, men málverjin hjá Manchester United, David de Gea, kom væl út og vardi fyri. Tað iðrar tó allar, at Spania tvífaldaði um leiðsluna beint fyri leiklok, soleiðis at endaliga úrslitið gjørdist 4 0 heldur enn 2 0. Leingi sá út til, at fótbóltslandsdysturin millum Spania og Føroyar fór at enda við einum tapi, sum av sonnum mátti sigast at vera heiðurligt. Men so fekk Spania tvey mál aftrat teimum, teir longu høvdu fingið og úrslitið bleiv, í øllum førum á pappírinum, eitt av teimum keðiligu. Alvi Hjelm er eitt navn, sum fólk, ið fylgja við í svimjing, kenna sera væl. Hann hevur svomið síðani hann var fýra ára gamal og hevur vunnið hópin av heiðursmerkjum í Føroyum, Danmark og á landsliðnum. Hetta hendir beint eftir at Norðurkorea í gjár segði, at landið er sinnað at fara í samráð við USA um kjarnorkuvápn síðst í hesum mánaðinum. Men treytin er, at amerikanarar skulu koma á fundin við lagaligum treytum. Men fundurin kann koma tvørt fyri, tí síðst í hesum mánaðinum er aðalfundur í ST í New York. Amerikanski forsetin, Donald Trump, var tó opin fyri innbjóðingini, tá hann hitti journalistar í gjár. Leiðarin, Kim, og eg eru sera væl. Eg sigi, at tað er í lagi, at halda fund. Nú fáa vit at síggja, hvat hendir, svaraði Trump um samráð á lægri stigi í september. Sjey gull vóru millum tey heiðursmerkini, sum fimleikararnir høvdu við sær heim aftur úr Slovakia, har tær hava kappast bæði sum einstaklingar og sum lið. Jenny Thomsen gjørdist stóri gullslúkurin við fimm gullheiðursmerkjum, meðan Súsanna Johannesen, Bjørt Hermansen og Eyð Patursson vunnu sjey heiðursmerki í part. Millum aðrar søgur, fortelur nýggi stjórin í Listasavninum, Karina Lykke Grand, hesa søguna í samband við listaframsýningina, Less is North, sum í hesum døgum er í Listasavninum. Tað eru listafólkini Ingi Joensen úr Føroyum, Per Bak Jensen úr Danmark og Hallgerður Hallgrímsdóttir úr Íslandi, ið hava tikið myndirnar, sum eru at síggja. Landsliðsleikarin og danska fyrstudeildarfelagið skrivaðu undir sáttmála í januar í ár, men hesin sáttmálin er nú ógildaður, boðar FC Fredericia frá. Við heimasíðu felagsins sigur stjórin Stig Pedersen, at tey ynskja Sonna Ragnari alt tað besta, og at hann fær tað besta burtur úr sínum evnum aðrastaðni. Fredericia Dagblad skrivar, at tað var høvuðsvenjarin, Jonas Dal, sum strongdi á at fáa føroyingin til felagið í vetur. Men Jonas Dal ásannar nú, at tað kom óvart á hann, at Sonni Ragnar var so nógv plágaður av skaðum. Jonas Dal hevði roknað við, at Sonni Ragnar fór at gerast birgur aftur innan fyri eitt hálvt ár, men so var ikki. Sonni Ragnar Nattestad sigur við Kringvarpið í dag, at hann hevur nøkur tilboð frá feløgum uttanfyri Føroyar, sum hann hyggur nærri at í løtuni. Hann roknar við, at hetta er komið upp á pláss innanfyri næstu vikurnar. Fleiri túsund danskir sjúklingar fáa hvørt ár nýggja medisinska útgerð, sum skal geva teimum betri lív. Men útgerðin er ikki nóg væl roynd frammanundan. Og nógvir sjúklingar fáa álvarsligan skaða. DR Dokumentar hevur hitt nakrar av teimum. Teir hava onga hjálp fingið frá framleiðarunum heldur ikki, tá framleiðarin er eitt stórt danskt firma. Lagt til rættis Søren Kristensen. Hvussu er best at stuðla nýggjar næmingar í undirvísingini, so tey ikki missa kunnleika í øðrum evnum, tí at tey ikki duga svenskt Lindesskúlin í Lindesberg hevur økt motivatiónina millum nýggjar næmingar. Tað ljóðar, at tað serliga eru etisk mál og fiskivinnumál, sum Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Miðflokkurin ikki eru samdir um enn. Viðvíkjandi fiskivinnuna eru ósemjurnar millum annað um uppboðssøluna um hon skal strikast heilt og hvør skal hava tað sum er selt á uppboðssølu umframt hvat skal henda við menningarkvotum. Bill Justinussen úr Miðflokkinum atkvøddi fyri fiskivinnunýskipanini hjá samgonguni og tað vóru smálutir, ið gjørdu, at Sambandsdlokkurin ikki tók undir við henni. Fólk vilja eisini vera við, at tað enn er ósemja um hjúnabandslógina, sum bleiv alment í síðstu viku. Hetta málið liggur enn hjá formonnunum til viðgerðar. Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum og samráðingarleiðari, var fáorðaður tá útvarpið tosaði við hann í tíðindunum á døgurða. Tað haldi eg, eg fyrst skal fortelja fyri løgtingsformanninum áðrenn eg fari at fortelja miðlunum. Eg fari inn til løgtingsformannin fyrst, at boða honum frá, hvat skal henda. Tá metoo eksploderaði í sosialu miðlunum komu siðbundnu miðlarnir skjótt við. Smálutir og nógv nøvn vórðu almannakunngjørd, men gjørdu miðlarnir rætt Danmarks Radio hevur fylgt valstríðnum hjá Arnfinni á Birtuni og Halli Hjalgrímsson Djurhuus og flokkinum Framtakið fyri rættinum at velja kannabis. 26 nevndarlimir, ein úr hvørjum ES landi, eru tilnevndir. Bretland fær ongan nevndarsess, tí bretar eru á veg úr evropeiska samveldinum. Margrethe Vestager úr Danmark, sum hevur verið ES nevndarlimur í kappingarmálum, verður næstforkvinna í ES nevndini. Hennara málsøki verður talgilda menningin. Tríggir næstformenn eru í ES nevndini. Niðurlendingurin, Frans Timmermans, er fyrsti næstformaður, og berst forkvinnuni, Ursulu von der Leyen, frá, røkir hann formanssessin. Kommunurnar í VEKS samstarvinum útleiga pláss á teirra ellisheimum til aðrar kommunur, meðan borgarar i VEKS økinum hópast upp á bílilistum fyri at sleppa inn á Ellisheimini. Johan Dam og konan Karin venda ongantíð heim aftur til March Harbour. Johan Dam hevur búð á Bahamaoyggjunum síðani hann giftist Karini í 1974, men hjúnuni mistu alt, tá ódnin Dorian rakti March harbour har norðuri í Bahamaoyggjunu,. Fólk í hópatalið royna enn at sleppa burtur úr økinum, sum liggur í skeljasorið. Tað eydnaðist Johan og konuni at flýggja frá lógloysi og smittuvandum í økinum saman við tí eina soninum, sum eisini búði á Bahamaoyggjunum. Tey eru nú í Florida har tvey av børnunum hjá Johan og Karin búgva. Ein longri samrøða við Johan Dam er at hoyra her Á sjálvum ársdegnum fyri atsóknina at fleiri málum í USA 11. september í 2001, sum kravdu fleiri túsund mannalív, brast ein rakett nærindis amerikansku sendistovuni í afghanska høvuðsstaðnum Kabul. Embætisfólk á sendistovuni siga, at einki fólk fekk skaða. Ein NATO eind, sum hevur støð nærindis sendistovuni, sigur, at ein múrur kring sendistovuna hevur fingið skaða. Hetta er fyrsta álopið í Kabul, síðani amerikanski forsetin, Donald Trump, um vikuskiftið brádliga avlýsti ein toppfund við samráðingarfólk í Taliban rørsluni. Seinastu árini hava samráðingar verið millum USA og Taliban. Serligi amerikanski sendimaðurin í Afganistan hevði vónir um, at ein friðaravtala fekst í lag í hesum árinum. Amerikanskir hermenn hava verið í Afganistan síðani innrásina í 2001. Eftir innrásina varð Taliban stýrið koyrt frá. Taliban hýsti Osama bin Laden, leiðaran í al Qaeda, sum stóð á odda fyri atsóknunum í USA 11. september í 2001. Eingin eigur at roykja e sigarettir. Tað er øll vitanin um skaðan, hesar sigarettir kunnu elva til, sum eru atvoldin til, at vit mæla frá at roykja tær. Vit vita einki um langtíðarárinini av e sigarettum, men eingin ivi er um, at tær eru heilsuskaðiligar. Framtíðin fer at vísa, hvussu skaðiligar tær eru, og tí eru vit stúrin, sigur hann. Men felagið hjá tubbaksframleiðarum undrast á, at Heilsustýrið mælir roykjarum frá at roykja e sigarettir, tí eftir teirra tykki eru e sigarettir ikki so heilsuskaðiligar sum vanligar sigarettir. Tingbólkarnir hittast um ein hálvan tíma at tosa um samgonguskjalið og um býtið av málsøkjum, og klokkan 10 30 fara formenninir at tosa um málsøkini, sigur Bárður Nielsen. Bárður Nielsen, samráðingarleiðari, sigur, at býtið av málsøkjum er ikki umrøtt enn, og roknast kann við, at flokkarnir koma við sínum ynskjum til málsøkir. Miðað verður eftir at koma á mál við at skipa samgongu í dag, men tað kann draga út til í morgin, sigur Bárður Nielsen við útvarpið. Seinna lítla helvt av sendingini er við disco frá Village People, meðan vit fyrstu góðu løtuna leggja oyra til dons áttatiára hitt hjá TV2, Sanne Salomonsen, Anne Linnet, Kim Larsen, og øðrum. Á løgtingsvalinum 31. august vórðu 11 tingfólk ikki afturvald. Tey fáa nú bíðiløn tað er løn millum fýra og seks mánaðir, alt eftir, hvussu leingi tey hava sitið á tingi. Bíðilønin verður latin ein mánað fyri hvørt ár, tey hava sitið á tingi, tó í minsta lagi í fýra mánaðar og í mesta lagi seks mánaðir. Hetta er ásett í lógini um samsýning og eftirløn løgtingsmanna. Bíðilønin er í dag 40.459 krónur um mánaðin. Av teimum tíggju, sum ikki vórðu vald á løgtingsvalinum 31. august, vóru fimm varafólk í tinginum. Fólk í hópatali royna enn at sleppa burtur úr økinum, sum liggur í skeljasori. Her er ein longri samrøðu við Johan Dam, sum hevur verið í Florida síðani leygardagin. Uttast til høgru Johan Dam og Karen, kona hansara. Joni, kona yngra sonin, Johan Simon, framman fyri teimum tríggir synir teirra, Landon Eli og Jase. Síðani dótturin, Jihan, vid soninum, Caleb, og maður hennara, Ryan, aftan fyri, móti vinstru standa elsti sonurin, Jonathan, og kona hansara, Kelly, og børn teirra, Mackenzie og Brayden. Myndin er tikin í juni í 2019 á Bahamas. Tað er prógvað, at avmarkað atgongd minkar um rúsdrekkanýtsluna, sigur Fólkaheilsuráðið, sum hevur verið á Nordisk Rusmiddel Seminar í Nuuk. Fólkaheilsuráðið sigur, at kanska eigur aldursmarkið fyri at keypa rúsdrekka í Føroyum at fara úr 18 upp í 20 ár. Tí lívfrøðiligi aldurin á fólki samsvarar ikki neyðturviliga við aldurin, sum stendur í passinum. Donald Trump, forseti, og trygdarráðgevi hansara, John Bolton, vóru rúkandi ósamdir um, hvørja støðu USA skal hava mótvegis Norðurkorea og Iran. Bolton varð eisini lagdur undir ikki at sýna forsetanum trúskap. Tað sigur Lillian Gjerulf Kretz, tíðindakvinna hjá danska kringvarpinum í USA. John Bolton varð í gjár koyrdur frá sum trygdarráðgevi. Hvítu húsini hava eftir øllum at døma havt illgruna um, at Bolton lak upplýsingar til pressuna, um at hann og Mike Pompeo, uttanríkisráðharri, draga eina línu í spurninginum um, at USA skal ikki samráðast við Taleban felagsskapin í Afganistan. Tað er ikki satt, tí tvørturímóti hevur Mike Pompeo strongt á at fáa samráðingar við Taleban. Greinarar siga, at John Bolton hevur mist ávirkan í Hvitu húsunum seinastu tíðina, og eftir øllum at døma var málið um Taleban tað, sum gjørdi, at nú var ovboðið. Ætlanin var, at leiðarin í Taleban skuldi koma til USA at samráðast við Donald Trump fáar dagar fyri ársdagin fyri atsóknirnar at fleiri málum í USA í 2011, tá fleiri túsund fólk lótu lív. Í dag eru liðin 18 ár, síðani atsóknin varð framd. John Bolton mælti staðiliga frá at samráðast við Taleban, og samráðngarnar vórðu avlýstar eftir eitt álop, sum kostaði einum amerikanskum hermanni lívið. Í tíðindaskrivi um bókina verður millum annað sagt, at nýggja bókin hjá Óla Breckmann lýsir hvussu føroyingar farnu 2 3 øldirnar hava baksað seg úr myrkri, mykju og mógvi, úr tara, tøðum og tvag, úr kulda, vætu og sjúku til nútíðar vælferð, ljós og hita, nú vit eru frísk, rein, turr og mett hvønn dag . Víðari verður sagt, at føroyingar hava í stríðum andróðri tryggjað okkara mál, mentan, samleika og politiska sjálvræði, nú á gáttini til sjálvbjargnan búskap og sjálvstøðuga tjóð . Bókin Latið ei søguna doyggja eftir Óla Breckmann er 320 blaðsíður, við 150 opnum kapitlum, stuttum tekstum og nógvum søguligum myndum. Í annaðkvøld verður tiltakið Heimurin Hitnar í Norðurlandahúsinum. Fleiri fyrilestrahaldarar fara at viðgera mál, sum eru partar av hækkandi hitanum á okkara leiðum. At tað verður heitari hevur við sær, at ísurin í arktiska økinum smeltar, og tað hevur við sær, at sjógvurin hækkar. Hetta gongur út yvir partar av heiminum, sum fara at liggja undir vatnskorpuni. Jens Hesselbjerg Christensen, professari á universitetinum í Keypmannahavn, granskar í veðurlagsbroytingum. Eisini er hann í einum veðurlagsbólki hjá Sameindu Tjóðum. Hann er ein av teimum, sum skal halda fyrilestur í annaðkvøld. Jens Hesselbjerg Christensen sigur, at størsti parturin av veðurlagsbroytingunum er menniskjaskaptur, og vit kunnu gera nakað við tað, um vit øll taka tað í álvara og tálma útlátinum. Hann sigur, at hitabylgjurnar sunnanfyri eru komnar fyri at vera, og tað verður meira regn og vindur á okkara leiðum, tí tað gerst heitari. Tað fer eisini at ávirka sjólívið og fuglalívið. Johan Mortensen skipar fyri tiltakinum, tí hann heldur, at tað er neyðugt at varpa ljós á veðurlagsbroytingarnar og gera nakað við tað. Køksbygging, sum dregur út og óvanliga langur vetur slíta upp á tolsemið í Øystøl. Og hvat slag av køki ynskir Ellen Marie sær í grundini Vit kenna teir øll. Psykopatarnar í gerandisdegnum, fólk við kaldligum og kensluleysum eginleikum. Charlotte Bøving lækni er sannførd um, at deyði pápi hennara var psykopatur. Úteftir var hann sjarmerandi og dugnaligur lækni, men heima var hann harðligur og manipulerandi. Í røðini Tín psykopatur kannar Charlotte, hvussu tað ávirkar fólk at vera í sambandi við psykopatar, og hvussu til ber at koma víðari. Hesin fyrsti parturin er um at hava ein psykopat til pápa. Tað skrivar føroyska sendistovan í Íslandi. Ráðharrin vísir á, at Ísland eigur at kanna, hvussu Noreg og Danmark hava lóggivið um hetta. Uppskot hava verið frammi um, at jarðareigarar skulu hava skyldu til, at hava fastan bústað á ognini. Hetta kemur millum annað fram í frágreiðing frá august í fjør. Sigurður Ingi heldur, at íslendska stjórnin eigur, at fara so langt, sum til ber. Katrín Jakobsdóttir, forsætisráðharri, er sannførd um, at breiður politiskur vilji er fyri, at fáa strangari reglur á hesum øki, eins og í fleiri av grannalondunum. Slakur triðingur av allari jørð í Íslandi er ogn hjá fyritøkum. Upplýsingar um tjóðskapin, hjá eigarunum av hesum fyritøkum, eru ikki tøkir. Tí ber ikki til at siga, hvussu stórur partur av íslendsku jørðini er ogn hjá útlendingum, skrivar føroyska sendistovan í Íslandi. Valstríð er í Føroyum. Vinmenninir Arnfinn og Hallur hava stovnað flokk, sum bæði vil avkriminalisera hash og geva medisinskt kannabis til sjúklingar, og tað sær út, sum teir hava møguleika at verða valdir. Men Framtakið eigur einans 1500 krónur og ein vánaligan vøruvogn at føre valstríð við. Arnfinn er kendur hashari allastaðni í Føroyum, so torført er at verða tikin í álvara. Tað er henda stigmatisering, hann vil sleppa av við. Hallur hevur eina aðra dagsskrá Kona hansara situr í koyristóli, og tað einasta, sum linnar pínuna, er medisinskt kannabis. Hallur og Arnfinn standa saman um hamp plantuna, men skeldast annars um tað mesta. Teir stríðast bæði við og ímóti hvørjum øðrum fram ímóti valinum. Fáa teir nóg nógvar atkvøður Tað eydnaðist ikki Sambandsflokkinum, Fólkaflokkinum og Miðflokkinum at koma á mál við samráðingunum í gjárkvøldið, og flokkarnir hava ikki avtalað nýggjan fund. Floksleiðslurnar høvdu fund um samgonguskjalið í gjárkvøldið, og síðani fóru formenninir í Sambandsflokkinum, Fólkaflokkinum og Miðflokkinum aftur á fund at býta málsøki, men teir komu ikki á mál. The 11 members of Parliament who lost their seat in the 31 August general election will be paid a monthly sum for the next four to six months. Bloomberg News skrivar, at bankin fer at lækka innlánsrentuna niður í minus 0,50 prosent. Rentan er í løtuni minus 0,40 prosent. Rentan varð lækkað í 2016. Rentan hevur eisini stóran týdning fyri samanspardan pening og bústaðarlán. Búskaparfrøðingar siga, at hóast búskapurin í Evropa veksur, eru tekin um, at gongdin vendir. Teir vísa á handilskríggið millum USA og Kina og avleiðingarnar av Brexit. Lækkar rentan, fer tað at eggja bankunum til, at læna enn meira út, og tað skal fáa gongd á búskapin. Tað sigur Marna Jacobsen, forkvinna í Demokratia. Stóru tapararnir á løgtingsvalinum hesa ferð vóru kvinnurnar. Bara átta av teimum 33 tingfólkunum eru kvinnur. Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin samráðast um samgongu. Bara tvær kvinnur eru valdar á ting fyri hesar tríggjar flokkarnar. Eftir at floksformenninir í rúma tíð í gjár høvdu umrøtt býtið av málsøkjum, fóru flokkarnir á fund við landsfeløgini, fyri at kunna tey um gongdina. Tá tann kunningin var av, fóru formenninir aftur at tosa um býtið av málsøkjunum. Teir tosaðu saman til klokkan 11 í gjárkvøldið, men funnu ikki semju. Tí gjørdi Bárður á Steig Nielsen, samráðingarleiðari av at steðga á við samráðingunum. Enn er støðan tann sama, og enn eru flokkarnir ikki komnir saman aftur at tosa um viðurskiftini. Bárður á Steig Nielsen, samráðingarleiðari, vil ikki gera stórvegis viðmerkingar í morgun til støðuna, men hann sigur kortini, at ymiskt lá á borðinum tá teir skiltust í gjárkvøldið, men enn veit han ikki hvat fer at henda. Kanningar vísa, at umleið triði hvør føroyingur, um 15 ára aldur, hava roynt rúsdrekka, ella drukkið seg fullan. Um sammett verður við Danmark, so liggja donsku børnini væl omanfyri føroyingum. Umleið 3 4 av donsku børnunum um 15 ára aldur hava roynt at drukki seg fullan. Hetta sigur Magni Mohr, ráðsformaður í Fólkaheilsuráðnum í samrøðu við sendingina Summarmorgun. 24 umboð frá NRS felagsskapinum saman við umboðum í Grønlendsku landsumsitingini og starvsfólkum, sum arbeiða á rúsevnisøkinum í Grønlandi tóku lut á seminarinum. Tað er umráðandi, at varpa ljós á alkoholnýtslu, tí kanningar vísa, at høg nýtsla av alkoholi í langa tíð førir til medisinskar sjúkur, og at fyllskapur ofta førir til akutta vanlukkur og skaðar, sum so frá líður ofta ger fólk sjúk. Tað er prógvað, at avmarkað atgongd minkar um rúsdrekkanýtsluna. Øll londini í NRS samstarvinum, uttan Danmark og Grønland hava einkarsølu. Aldursmarkið fyri at keypa øl og vín í londunum, sum eru við í NRS samstarvinum liggur millum 16 og 18 ár, meðan aldursmarkið fyri at keypa spiritus liggur millum 18 og 20 ár. Í Føroyum er aldursmarkið í báðum førum 18 ár, men kanska átti markið fyri spiritus verið sett upp til 20 ár. Í Íslandi hava tey góðar royndir av einum átaki, sum gevur ungu fólkunum ein hóp av frítíðarítrivum, næstan ókeypis, at fara til, og Magni Mohr heldur, at íslendska modellið eigur at roynast her í Føroyum. Fólk tóku so sera væl ímóti okkum, og sjálvt um vit fyltu nógv hetta summarið, so vóru fólkini í Mikladali bæði spent og sera hjálpsom, sigur høvuðsleikarin Marie Tourell Søderberg, um tíðina filmsliðið var í Mikladali. Mike hevur á fysta sinni roynt seg sum filmsleikara, og sjálvt um tað var trupult at umstilla seg frá palli til film, so var tað avgjørt ein góð uppliving. Er tað ein mýta, at Hammershaimb var maðurin, sum grundaði okkara skriftmál Er tørvur tí á at endurskoða okkara fatan um føroyska tjóðarbygging Í fjør heyst var á Landsbókasavni Føroya av tilvild komið fram á burturgoymt handrit til fyrstu bók á føroyskum. Handritið var 200 ára gamalt. Í nógv ár hevur verið hildið, at handritið var farið fyri skeyti. Talan var um lítið hefti við uppskrift av Sjúrðakvæðunum, sum H.C. Lyngbye skrivaði upp á ferð í Føroyum í 1817. Tað var Ole Wich, søgumaður, sum kom fram á søguliga heftið. Onkursvegna var tað endað í skjølum hjá W.U. Hammershaimb á Landsbókasavninum. Í fyrilestri, sum Ole Wich helt á Frændafundi í Føroyum í farna mánað, reisti hann spurningin um hvørt søgan um føroyska tjóðarbygging hevur verið heldur misvísandi og avmarkandi, og um føroyska søguhevdin fyri hugtakinum tjóðarbygging tilvitað ella ótilvitað hevur forfjónað lutin hjá teim fremmandu søgu og málgranskarum, sum hava virkað fyri málsligum framburðsstrevi og føroyskari tjóðarbygging sum heild. Mest áleikandi dømið er helst føroyska skriftmálið. Nýggj gransking vísir, at leikluturin hjá Hammershaimb í tilgongdini at menna okkara skriftmál og eina føroyska stavseting er yvirmettur, ella kanska rættari at týdningurin hjá útlendskum málfrøðingum í hesum sambandi hevur verið undirmettur ella bara ov lítið kendur. Soleiðis sigur Maria Winther Olsen, sum bæði hevur skrivað handritið til og leikstjórna spælifilmin Nina, sum verður frumsýndur í kvøld. Eisini sigur Maria seg ofta hava saknað, at kvinnur eru partur av framleiðsluliðnum, og hon hevur lagt seg eftir at hava nógvar kvinnur við hesaferð, og tað bar saktans til. Tvey fólk, sum dagliga selja og keypa gamlar lutir, fáa 10.000 krónur í part at handla fyri. Seinni verða lutirnir mettir av serkønum, og dagsins vinnari er tann, sum fær hægstu meting. Tað stendur í einum skjali, sum bretska stjórnin hevur kunngjørt um avleiðingarnar av Brexit, eydnast tað ikki at fáa eina avtalu við ES, áðrenn Bretland fer úr evropeiska samveldinum 31. oktober. Meginparturin av øllum lastbilunum, sum koyra vørur, eru ikki fyrireikaðir til eitt tolleftirlit í Fraklandi, og tað kann fara at taka ein ella hálvan annan dag at sleppa um markið. Stjórnin leggur dent á, at dømini um avleiðingarnar, ið eru lýst í frágreiðingini , sum eitur Operation Yellowhammer, eru, um heilt illa vil til. Bretska stjórnin sigur, at hon kennir seg noydda til at almannakunngera ætlanina, tí ein meiriluti í parlamentinum hevur kravt tað. Andstøðuflokkurin Labour sigur, at nú eigur Boris Johnson, forsætisráðharri, at viðganga, at hann hevur ikki sagt satt um avleiðingarnar, um Bretland fer úr ES við ongari avtalu. Boris Johnson hevur sent parlamentið til hús, og tað kemur ikki samanaftur fyrr enn 14. oktober. Hægstirættur í Skotlandi segði í gjár, at avgerðin um at senda parlamentið til hús er ólóglig. Seks feløg fingu tilsøgn um menningarkvotur í ár. Tríggjar tilsagnir eru endaliga avgreiddar úr Fiskimálaráðnum, men tríggjar eru eftir, sum støða ikki er tikin til. Thor og Sandoy Seafood fingu 500 tons av makreli og 1.000 tons av sild. P f Vørðustíggjur, sum eisini er í Sandoynni, hevur sagt Fiskimálaráðnum tað sama. Tað felagið hevur eisini fingið 500 tons av makreli og 1.000 tons av sild í menningarkvotu. Tann eina menningarkvotan, sum fór til Suðuroynna, er heldur ikki avgreidd enn. P f North Atlantic Seafood í Vági fekk 5.500 tons av svartkjafti. Felagið hevur ikki boðað frá enn, hvussu kvotan verður brúkt. 37 søktu um menningarkvotu í ár. Tað tók sjey ár at fáa skil á urtagarðin, sum var tilgrógvin við ókrúti. Hjá Pernillu M nsson Colt er sorgblítt at siga garðinum farvæl. Vit líta aftureftir og minnast ymiskt, sum er farið fram hesi árini, tá Pernilla og urtagarðsmaðurin John Taylor, kokkurin Tareq Taylor og Malin Persson, sum arbeiðir við innrætting, hava latið urtagarðin upp til eitt nú romantiskt urtagarðsbrúdleyp. Eisini hevur ein bretskur urtagarðsdómari á hægsta stigi vitjað. Farstøðin í Vágum er bygd til í hvussu so er 400.000 ferðafólk um árið. Freistin at søkja starvið sum stjóri í Vága floghavn er til á midnátt sunnukvøldið. Á skránni eru ymisk evni, sum umboð fyri londini kjakast um, og so leggja londini fram um síni bústaðarviðurskifti, bústaðarbyggingar og avbjóðingar. Í Svøríki hava tey bústaðartrot, eins og Føroyar. Olov Schultz og Bo Søderberg, umboð fyri svenska Boverket, sum er ein almennur myndugleiki, sum stendur fyri landsplanlegging, býarplanlegging og bygging av Bústøðum í Svøríki, greiddu í Summarmorgni frá, hvussu tey gera har. Somuleiðis er øktur tørvur á bústøðum í Íslandi, har tey hava havt nógvar tilflytarar seinastu árini. Rún Knútsdóttir arbeiðir í Housing Financing Fund í Íslandi, og hon greiðir frá, hvussu tey hava skipað sínar bústaðarbyggingar og eisini hava bygt prísrímiligar bústaðir til ung fólk og onnur, sum eru illa stadd á bústaðarmarknaðinum. Talan er helst ikki um skaðaódn, men fleiri kommunur ávara í dag og heita á fólk um at rudda órudd og surra trampolinir. Fótbóltssambandið ivast eisini í, um spælandi verður um vikuskifti. Eitt nú vilja tey, vektlyfting verður viðurkend sum ítróttur eins og millum annað fótbóltur og kapprógving. Burn, Yndi Fitness, Fullpower, Tvørmegi og onnur áhugað eru stigtakarar til Styrkifelag Føroya Bakterian kann vera vandamikil fyri veik og gomul fólk, men tað kann taka upp til 70 dagar, áðrenn tú verður sjúkur av bakteriuni. Seint seinnapartin gav Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, Bárði á Steig Nielsen, samráðingarleiðara, freist til klokkan 9 30 í morginárini at boða frá, um nøkur samgonga verður millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Miðflokkin. Aftrat ósemjuni um hvør flokkur skal umsita fiskivinnumál, skal Miðflokkurin hava kravt, at fáa tveir landsstýrismenn, men tað skulu hinir báðir flokkarnir hava víst aftur. Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, hevur, sum sagt, givið Bárði á Steig Nielsen, samráðingarleiðara, freist til klokkan 9 30 í morgin at boða sær frá um støðuna. Endamálið er at royna at finna eina semju um samgongu, nú minni enn 13 tímar eru til freistin hjá tingformanninum er farin. Bárður Nielsen, samráðingarleiðari er komin og við honum er øll tingmanninum hjá Sambandsflokkinum. Allir floksformenninir og stórur partur av tingmanningunum hjá flokkunum eru eisini møtt í løgtinginum í kvøld at gera eina seinadtu roynd at finna semju um hvørji skulu vera landsstýrisfólk. Sum skilst, so er semja millum flokkarnsr um, at Sambandsflokkurin fær løgmann. Tilskilast skal tó, at hesi tí indi ikki eru vátta . Seinasti og helst avgerandi samráðingarnar millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Miðflokkin eru farnar inn í fjórða tíman. Flokkarnir hittust í løgtinginum klokkan 22 hóskvøld. Fyribils er einki nevnivert likið út úr samráðingarhølunum. Floksformenninir hava uppá skift tosað saman, fyri síðani at tosa við baklandið, sum hevur sitið aðrastaðni í bygninginum. Onkra løtu hava øll eisini sitið saman í fundarhøli trý. Fleiri royndir at spyrja inn til, um nakað spyrst burturúr samráðingunum hava higartil verið úrslitaleysar. Um hann argaði ella fortalaði seg, skal vera ósagt, men Jenis av Rana lat fyrr í nátt skilja, at tos hevði verið um ein tíðindafund í morgin seinnapart klokkan 16. Lesarin kann sjálvar tulka ta útmeldingina. Í meðan gongur klokkan. Flokkarnir hava nú bert níggju tímar til at finna semju um samgongu næstu fýra árini. Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin hava avtalað at hittast aftur ein tíma áðrenn tíðarfreistina, sum løgtingsformaðurin hevur ásett. Ein fámæltur Bárður á Steig Nielsen vildi bara siga, at teir vóru nærri enn teir vóru, tá fundurin byrjaði klokkan 22 í gjárkvøldið, men at teir ikki vóru komnir á mál. Hóast samráðingarnar vardu í fýra tímar, so eydnaðist tað ikki Sambandsflokkinum, Fólkaflokkinum og Miðflokkinum at koma til sættis um at skipa samgongu í nátt. Formenninir í flokkunum vóru sera fámæltir. Tað eydnaðist útvarpinum at fáa heilt stutt orð á Bárð á Steig Nielsen, áðrenn hann fór heim, meðan Jørgen Niclasen og Jenis av Rana ongantíð komu út aftur. Oscar Bjerrehuus er 17 ár og sonur Oliver Bjerrehuus. Hjá foreldrunum er markið fyri tí normala ikki heilt sum hjá foreldrum flest. Oscar gongur nógv uppí at hava skipaðan gerandisdag og fáa sær studentsprógv. Í dag er fyrsti skúladagur í 3. g, og Oscar fer avstað mettur og í reinum skóm, men tá hann seinni skal vitja mammuna í tí nýggju íbúðini, verður ikki latið upp. Alia, Valdemar og Freja er fødd inn í ættarliðið SOME. Sosialir miðlar fylla ótrúliga nógv í lívinum og hava altíð gjørt tað upp á gott og ónt. Tey stríðast við at finna eina javnvág ímillum at vera á og at sløkkja. Freja er neiliga ávirkað, alt ov bundin. Valdemar er heilt øðrvísi. Sosialir miðlar hava aldri sagt honum nakað, og hann livir her og nú, men tað er heldur ikki uttan vansar. Tað kann eisini vera einsligt. 18 ára gamla Frederikke stríðist við angist, sum ofta ger, at hon brádliga kann svíma. Hon megnar tí ikki gerandisdagin uttan hjálp frá foreldrum og unnusta. Frederikke vil verða sjálvstøðug og hevur tí avgjørt at flyta heimanífrá, men tað er ikki lætt at klára seg sjálv, tá hon til dømis ikki kann fara í bussin einsamøll. Andstøðuflokkurin Labour sigur, at Boris Johnson, forsætisráðharri, eigur at viðganga, at hann hevur ikki sagt satt um avleiðingarnar, tá hann heitti á Elisabeth drotning um at senda parlamentið til hús í fimm vikur. Hetta er bara partur av arbeiðnum frameftir við innanríkispolitikki, segði Johnson, tá BBC spurdi hann, um hann hevði sagt ósatt fyri drotningini. Boris Johnson hevur sent parlamentið til hús, og tað kemur ikki samanaftur fyrr enn 14. oktober. Hægstirættur í Skotlandi segði mikudagin, at avgerðin um at senda parlamentið til hús er ólóglig. Vaksandi fólkatalið merkir tó ikki at arbeiðsloysið veksur. Tvørturímóti. Tað hevur verið ein støðug minking í arbeiðsloysinum síðstu árini, so tað 1. juni í ár vóru 1,1 av føroyingum sum vóru arbeiðsleysir. Av hesum sum eru arbeiðsleys, vísa tøl frá Hagstovuni, er helmingurin bara arbeiðsleys í tríggjar mánaðir ella minni. Einans góð 13 av teimum arbeiðsleysu eru arbeiðsleys í eitt ár ella meir. Lága arbeiðsloysið merkir tískil, at fyritøkur hava trupult við, at fáa nokk av arbeiðsmegi. Tí sæst, at ein vøkstur hevur verið í útlendskari arbeiðsmegi síðstu árini. 1. juni í ár vóru 4,5 av arbeiðsfjøldini ikki føroyingar, ella danskir ríkisborgarar. Hetta, vísa tøl frá Hagstovuni, er nærum ein tvífalding síðan 2014, og vøksturin er í bæði ES borgarum og borgarum aðrastaðni frá. Tølini frá Hagstovuni vísa, at síðan 2014 hevur fráflytingin úr Føroyum verið støðug til umleið 100 fólk um mánaðin, meðan tilflytingin sama tíðarskeiðið er økt til 150 fólk um mánaðin. Saman við burðaravlopinum, sum er munurin ímillum fødd og deyð, ger hetta, at fólkatalið veksur við okkurt um 75 fólkum um mánaðin. Tað er eingin ivi um, at oljudálkingin við Leitisvatn kemur frá bunkringsskipanini hjá EFFO. Tað sigur Kristina Christiansen, økisleiðari hjá løgregluni, sum kannar málið. Olja er ikki likin úr sjálvum tangunum, sum at síggja til eru óskalaðir, men olja er staðfest rundanum tangarnar, sum hava verið grivnir niður, og er at finna í lendinum, har rør og pumpuskipanin hjá EFFO er, sigur løgreglan. Royndir eru tiknar av oljuni niðri við vatnið, í ánni og í lendinum rundanum tangarnar, men tær eru ikki sendar til greiningar enn. Tær kunnu sendast til greiningar seinni, um tað gerst neyðugt, sigur Kristina Christiansen. Sambært EFFO ber ikki til at staðfesta uttan greining, at oljan stavar frá tangunum hjá EFFO. Tangarnir hava staðið við 90.000 litrum av olju, hóast EFFO ikki hevur brúkt skipanina í gott ár. Spurdur um, hví EFFO ikki tømdi tangarnar beinanvegin, sigur Janus Thomsen, stjóri hjá oljufelagnum, at tað er ein spurningur um timing. Løgreglan arbeiðir í løtuni við at lýsa málið út í æsir. Tað ber millum annað í sær avhoyringar av starvsfólki um mannagongdir og annað. Tá málið er allýst verður tað latið Umhvørvisstovuni við einum tilmæli, til dømis um eina bót til tann, sum hevur ábyrgdina. Tekur viðkomandi ikki við bótini, verður málið beint í rættin, sigur Kristina Christiansen, økisleiðari. Ein kvinna í Iran doyði í síðstu viku, at eftir hon setti eld á seg sjálva sum mótmæli móti reglunum í Iran um, at kvinnur onga atgongd hava til ítróttarvøllir til mansdystir. Rættarmálið var fyri í síðstu viku, men tá tað gjørdist kvinnuni greitt, at hon fór at verða dømd tvey ára fongsul, setti hon eld á seg, skrivar BBC. Talsmaðurin hjá FIFA, Hans Hultman, harmast tað sum er hent, og sigur, at FIFA leingi hevur lagt trýst á iranska fótbóltssambandið. Tí støðan hjá FIFA er greið Sjálvandi skulu kvinnur eisini hyggja eftir fótbólti, og tað arbeiðir FIFA av øllum alvi fyri, sigur Hans Hultman, talsmaður hjá FIFA. 10. oktober skal Iran spæla heimadyst móti Kambodja í undakappingardysti til heimsmeistaraskapin í Katar í 2022. Tá skal atgongdin hjá kvinnum verða komin upp á pláss, krevur FIFA. Vit samskifta við iranska fótbóltssambandið, og hava heitt á tað um at bera so í bandi, at kvinnur kunnu síggja undankappingardystirnar, sum verða spældir í oktober. Hetta er drúgv tilgongd at øll kunnu síggja dystirnar, sigur Hultman. Serliga uppskotið um at skerja toskakvotuna í vestara parti av Eystrasalti ørkymlar danska felagið. Sambært felagnum, fer uppskotið longri enn tilmæli frá lívfrøðiligu ráðgevingini. Í ár hækkaði kvotan við 70 prosentstigum, og nú verður skotið upp, at kvotan skal lækka við 68 prosentstigum. Vit kunnu ikki liva við hesum yo yo kvotum, sum hvørki gagna fiskimonnum ella fiskastovninum ES nevndin skjýtur eisini upp, at banna fiskiskapi eftir toski fyrstu tríggjar mánaðirnar í árinum. Men danska felagið undrast, tí tað fer ikki at ávirka menningina av stovninum. Tað gevur ongan meining fyri fiskimenninar, at bann verður sett fyri fiskiskapi týdningarmestu mánaðirnar á árinum, sigur Kim Kær Hansen í tíðindaskrivinum. Toskurin í vestaraparti av Eystrasalti hevur tað gott, satt at siga betri enn seinastu 10 árini. Tað er ikki rímiligt at seta í verk slíka avmarking við ongari sakligari grundgeving, sigur hann. Tá Dorian rakti Bahamaoyggjar fyrr í hesum mánaðinum, var hon á fimta og hægsta stigi fyri ódnir. Embætisfólkini siga, at talið kann fevna um fólk, sum eru flýdd til neyðhjálparstøðir ymsa staðni í oyggjunum. Listin er enn ikki kannaður og samanborin við yvirlitið hjá myndugleikunum yvir fólk, sum eru á neyðhjálparmiðstøðum, ella sum kunnu verða flutt burtur av Bahama, sigur Carl Smith frá altjóða krepputilbúgvingini í Bahamaoyggjum. Myndugleikarnir royna framvegis at fáa yvirlit yvir støðuna. Myndugleikarnir hava váttað, at alment eru 50 fólk deyð í ódnarveðrinum, Men røddir hava allatíðina verið frammi um, at talið helst er nógv størri. Men eftir fýra árum sum leysgangari og at enda soleiðis hálvt inni í Tjóðveldi valdi hon í síðstu løtu kortini ikki at stilla upp aftur. Bárður á Steig Nielsen fekk í gjár freist frá løgtingsformanninum til klokkan 9.30 í morgun at finna semju um nýggja samgongu. Og fundurin byrjaði fyri løtu síðan. Teir tríggir flokkarnir, Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Miðflokkurin hittust seint í gjárskvøldið og partarnir fundaðust til klokkan 2 00 í nátt, tá teir fóru hvør til sítt uttan semju. Meirilutin í Tvøroyrar kommunu hevur enn einaferð samtykt, at Kristin Michelsen skal velja ímillum løgtingssessin og borgarstjórasessin. Tað skrivar in.fo Tvøroyar kommuna hevur fyrr samtykt, at Kristin Michelsen kann ikki bæði vera løgtingsmaður borgarstjóri í senn. Tað var í desember í 2018, men Kristin Michelsen hevur ikki virt hesa avgerðina, og hevur røkt bæði størvini. Í 2018 misti Kristin Michelsen meirilutan í Tvøroyrar býráð, tí Kristina Roest broytti støðu, og nýggi meirilutin tók tá loyvi hjá borgarstjóranum, at røkja báðar sessir, aftur. Kristin Michelsen sýtti fyri at gera, sum meirlutin segði millum annað við tí grundgeving, at loyvið, sum býráðið gav honum, at røkja báðar sessir, var galdandi fyri alt valskeiðið. Men nú er eitt nýtt løgtingsvalskeið byrjað, og meirilutin í Tvøroyar býráð hevur tí aftur samtykt, at Kristin Michelsen skal velja millum tingsessin og borgarstjórasessin. Av tí, at Kristin Michelsen fyrr hevur sýtt fyri, at gera, sum kommunustýrið hevur avgjørt, vil meirilutin, at Jógvan Páll Lassen, advokatur, skal taka sær av málinum, og at meirilutin í býráðnum kann samskifta beinleiðis við hann, uttan um borgarstjóran og hansara umsiting. Kristin Michelsen vil ikki gera viðmerkingar til málið í dag, men setur spurnartekin við, um býráðið hevur loyvi til at gera av, at ein sakførari skal taka sær av málinum uttan um seg og umsitingina hjá sær. Fýra atkvøður vóru fyri, at áleggja Kristini Michelsen, at velja millum løgtingssessin og borgarstjórasessin, ein var blonk og tvær ímóti. Súsanna Bertholdsen, Kristina Roest, Bogi Johannesen og Annika Pearce, sum var á fundi fyri Bjarna Hammer, atkvøddu fyri. Anita Vibergsdóttir og Alvi Mortensen atkvøddu ímóti, og Anfinn Leo, sum var á fundi fyri Kristin Michelsen, atkvøddi blankt. Anita Vibergsdóttir og Alvi Mortensen halda ikki, at heimildin, at røkja bæði størvini, kann takast aftur, uttan at borgarstjórin er hoyrdur, og uttan at koma við grundgevingum fyri tí, stendur í frásøgnini frá fundinum. Tað hevur ikki eydnast, at fáa nakra viðmerking frá Tvøroyrar býráð til hesa greinina. Kommunala eftirlitið vil heldur ikki viðmerkja málið í dag. Tíverri má eg staðfesta nú, at tað bar ikki á mál. Málsøkjabýtið er orsøkin til, at tað ikki bar á mál, sigur Bárður Nielsen, sum hevur fingið ein tíma afturat at finna aðra loysn. Hoyr samrøðurnar við Bárð á Steig Nielsen, samráðingarleiðara, Jenis av Rana, formann í Miðflokkinum, og Páll á Reynatúgvu, løgtingsformann, í útvarpstíðindunum klokkan 10 her. Í morgin verður funnið útav, hvør føroyingur er best fyri. Kappingarnar umfata styrki, skjótleika, úthaldni, fimi og kroppsligt snildi. Kappingin er allan dagin í Tvørmegi á M.A. Winthersgøtu í Havn, men alt byrjar á rennibreytini í Havn klokkan 11.40. 15 limir felagsins lesa egnar tekstir ella tekstir, tey hava týtt. Hvønn tíma frá klokkan 13 til klokkan 17 byrjar nýtt tiltak á einum av fýra hugnaligum støðum í bygdini. Hvør høvundur lesur í 10 minuttir. Trummuspælarin Anders Brill gjørdi sum ungur herskyldu í Mjørkadali. Fyri júst hálvthundrað árum síðani í oktober 1969 kom hann upp í føroyska rokkbólkin Jacta est Alea. Bólkurin var bara til í gott og væl eitt hálvt ár frá á heysti 1969 til summarið 1970 men í desember 1969 var Jacta Est Alea kosin besti føroyski tónleikabólkur á serstakari FM rokktónleikakapping í Klaksvík. Anders Brill var seinni trummuspælari í danska rokkbólkinum Kliche, sum Lars H.U.G. var oddamaður í, og sum í 1980 læt frá sær fyrstu LP útgávuna, ið bar heitið Supertanker. Plátan gjørdist stóra gjøgnumbrotið hjá bólkinum úr rhus, sum hevði íblástur frá David Bowie, týska bólkinum Kraftwerk og nýggja new wave rákinum. LP plátan Supertanker hjá Kliche fekk í 2006 fína viðurkenning, tá hon varð innlimað í donsku mentanarfyrimyndina Kulturkanon. Anders Brill, sum livdi frá 1947 til 2009, eigur tí ein ómissandi leiklut í bæði danskari og føroyskari tónleikasøgu. Tað var á heysti 1969, at tveir ungir havnardreingir mannaðu bólkin Jacta Est Alea. Teir vóru Kári Leivsson, betur kendur sum Kári P, og Per Debess. Teir høvdu frammanundan spælt í bólkinum Cream Crackers saman við Hans Christiani Clementsen, sologittaristi og Djóna Andreasen, trummuspælara. Nýggju menninir, sum teir fingu aftrat sær eftir at hin bólkurin syndraðist, vóru sologittaristurin Jóhan MacDonald, eisini úr Havn, og so tann ungi mjørkadalsmaðurin Anders Brill. Hvat er at gera, tá tú tú ikki kennir, at tann hjálp tú fært, er hon, sum tú veruliga hevur brúk fyri Henda spurning setti Anna Malan Jógvansdóttir sær sjálvari, tá hon fekk staðfest eina psykosu. Eg hevði ikki farið og tosað við teir floksformenninar, red. , um eg ikki hevði góðar vónir. Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, samráðingarleiðari, við útvarpið. Hann fer nú á fund við Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn í royndini at skipa nýggja samgongu, eftir at tað slitnaði millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Miðflokkin í morgun. Millum hesar flokkarnar eru tað serliga spurningarnir um tað ríkisrættarliga og nakrar ósemjir um fiskivinnuna, sum flokkarnir eru ósamdir um, sigur Bárður á Steig Nielsen. Tað er torført at siga, um hetta fer at bera á mál, men eg havi fingið til klokkan 13 frá løgtingsformanninum, sigur Bárður á Steig Nielsen, samráðingarleiðari. Vísir tað seg, at útlitini hjá teimum trimum flokkunum ikki er lív lagað, at fara undir veruligar samráðingar, má Bárður á Steig Nielsen takka fyri seg sum samráðingarleiðari. Hendir tað, verður skipað fyri einum nýggjum formansumfari. Tá skulu formenninir í teimum politisku flokkunum peika á ein nýggjan samráðingarleiðara. Nýggja samgongan verður ein borgarlig samgonga millum teir tríggjar flokkarnar, Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Miðflokkin, ið hava samráðst í eina góða viku. Tað er greitt, eftir at Bárður á Steig Nielsen, samráðingarleiðari og formaður í Sambandsflokkinum, klokkan 13 29 kom út aftur frá løgtingsformanninum. Eg havi givið løgtingsformanninum tey boðini, at A, B og H eru samdir um, at skipa nýggja samgongu, segði Bárður á Steig Nielsen, tá hann var komin út aftur. Tað fer ikki at nerva arbeiðslagið millum teir tríggjar flokkarnar, ið fara at skipa samgongu, at Sambandsflokkurin tosaði við aðrar flokkar áðrenn endaligu semjuna um eina borgarliga samgongu. Tað harmar meg, at tað varð neyðugt at tosa við Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn, áðrenn hendan samgongan kom uppá pláss, sigur Bárður á Steig Nielsen. Samráðingarleiðarin vil í løtuni ikki siga, hvussu býtið á málsøkjum fer at verða millum flokkarnar. Hann vil heldur ikki siga, hvør verður løgmaður í nýggju, borgarligu samgonguni. Tað stóð í botni tíðliga í morgun, men endaliga semjan um málsøkjabýtið kom ikki upp á pláss, fyrr enn Bárður á Steig Nielsen, samráðingarleiðari, um middagsleitið fór á fund við Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn. Samgonguskjalið ver ur undirskrivað í morgin klokkan 9 á tíðindafundi í løgtinginum, og væntandi verður tá eisini sett navn á landsstýrisfólkini komandi fýra árini. Men longu nú tykist vera greitt, at Kaj Leo Holm Johannesen verður landsstýrisma ur við heilsumálum. Tað váttar hann á facebookvanga sínum í kvøld. Tað er tó greitt, at Sambandsflokkurin fær heilsumál, vinnumál og løgmann, Fólkaflokkurin fær fiskivinnumál, fíggjarmál og almannamál, meðan Mi flokkurin fær menta , skúla og uttanríkismál. Elsebeth M. Gunnleygsdóttur er nýggj landsstýriskvinna við almannamálum. Hetta er fyrstu ferð, at Elsebeth M. Gunnleygsdóttur er í landsstýrinum. Hon er samstundis eisini einasta kvinna í Landsstýrinum. Johannus Kallsgarð heldur, at neyðugt er at gera eina ordiliga gongugøtu frá Trøllanesi út á Kallin. Í fyrsta umfari eina leið frá bygdini og niðaná slætt og so leiðina inn í Borgardal yvir til vitan. Tað skrivar Visit Kallsoy á facebookvanga sínum. Núverandi gongd frá bygdini út á vitan slítur ov nógv. Við verðandi vitjanum eigur ein skjótt at steingja hagapartin av fyri ferðandi í styttri og longri tíðarskeið og tað verður neyvan góðtikið ella virt í longdini, skrivar Visit Kallsoy. Sambært teimum eru umstøðurnar at ganga so vánaligar, at higartil í ár eru trý ferðandi gliðin og hava brotið beinið, so ein gøta fer eisini at gera tað tryggari at ganga og skjótari at føra ein skaddan til viðgerð. Nú má tyrlan avstað hvørja ferð. Oljudálkningin var, tá EFFO skuldi fylla olju á ein tanga við tyrlupallin í Froðba tann 23. januar í 2018. Løgreglan hevur kannað málið, og tað hevur eisini verið til hoyringar hjá Umhvørvisstovuni. Ákærurit er skrivað, í málinum og tað verður nú latið rættinum, sigur Linda Hesselberg, ákæri. EFFO, sum skipaði fyri bunkringini, og Landsverk, sum átti tangan, eru ákærd fyri brot á lógina um umvhørvisverndarlógina. Tað var í januar í 2018, at táverandi økisleiðarin varnaðist oljulukt, eftir at EFFO hevði latið olju á ein oljutanga við tyrlupallin, og hann meldaði málið. Umhvørvisstovan er liðug at viðgera málið, og ákæruvaldið hevur nú avgjørt at fara í rættin við tí. Tað sigur Høgni Hoydal fyrrverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum., nú samgongan hevur lagt fiskivinnupolitikkin fram í morgun. Politiski kalendarin var nullstillaður í morgun, tá eitt nýtt samgonguskjal varð undirskrivað og fleiri spent nývald tingfólk tóku sæti fyri fyrstu ferð. Ein skipan við viðgerðartrygd skal setast í verk í Føroyum, so eingin skal bíða meir enn 30 dagar fyri at koma í viðgerð í heilsuverkinum. Bíðitíðin er ymisk á teimum ymsu deildunum og økjunum í Føroyum, og í einstøkum førum kann bíðitíðin vera drúgv. Eitt nú er fleiri ára bíðitíð hjá fólki, sum hava tørv á eini ADHD útgreining. Tað er eisini ætlanin hjá nýggja landsstýrismanninum við heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, at allar bíðitíðir skulu vera almennar. Tunesia fór frá einaveldi til demokrati í 2011, aftaná ein uppreistur, sum kollvelti Tunesia og eisini legði lunnar undir, at fólk í Egyptalandi, Yemen, Bahrain, Libya og Syria, gjørdu uppreistur. Forsetavalevnini mugu fáa 50 prosent av atkvøðunum fyri at vinna forsetavalið, men fær eingin 50 prosengt av atkvøðunum, so verður atkvøtt umaftur, um tey bæði valevnini við flest atkvøðum. Tann, ið tá fær flestu atkvøðurnar, vinnur forsetavalið. 24 fólk stilla upp til forsetavalið í Tunesia, har í millum eru tvær kvinnur. Tunesia hevur parlamentslimir, ein forsætisráharra og forseta. Forsetin hevur beinleiðis vald á uttanríkis og verjumálum, meðan forsætisráharrin tekur sær av nærum øllum øðrum, tó kann forsetin forða lógarbroytingum. Parliamentið velur forsætisráharran. Valið til parlamentið í Tunesia verður 6. oktobur. Tíbetur vóru ikki nakrir ógvusligur skaðar, sum vit fyrr hava upplivað í illveðri, sigur vakthavandi á løgreglustøðini, Hallgrím Hansen. Millum hendingarnar kunnu nevnast, at tveir lyktapelar fóru í vindinum, onkrir bilrútar brotnaðu, og ein bingja feyk á havnalagnum í Leirvík, men bingjan bleiv tryggjað, áðrenn hon gjørdi nakran skaða. Ætlanirnar hjá nýggja landsstýrismanninum í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, eru greiðar. Ov long bíðitíð at sleppa í viðgerð má ikki koma fyri. Landsstýrismaðurin í heilsumálum ætlar sær at styrkja tað føroyska heilsuverkið mest møguligt, so at øll fáa útgreining og viðgerð fyri sjúku uppá stutta tíð, men har tað ikki ber til, fáa sjúklingar tilboð um at fara niður til Danmarkar at fáa viðgerð. Bíðitíðin er ymisk á teimum ymsu deildunum og økjunum í Føroyum, og í einstøkum førum kann bíðitíðin vera drúgv. Eitt nú er fleiri ára bíðitíð hjá fólki, sum hava tørv á eini ADHD útgreining. Tað er eisini ætlanin hjá nýggja landsstýrismanninum við heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, at allar bíðitíðir skulu vera almennar. Á psykiatriskan deplinum eru tey longu farin í gongd við at stytta tann longsa bíðilistan, nevniliga listan hjá vaksnum fólkum at koma til ADHD útgreiningar. Men Tórmóður Stórá, leiðandi yvirlækni á Psykiatriska deplinum, viðgongur erliga, at júst hesin bólkurin er niðurraðfestur á psykiatriska deplinum. KÍ kvinnurnar høvdu møguleikan at vinna FM hóskvøldið, tá tær vóru á vitjan á Eiði hjá júst EB Streymi Skála hóskvøldið. Men tær taptu tann dystin 1 0. HB og Skála í Gundadali, og sagt verður sjálvsagt eisini frá toppdystinum í kvøld klokkan 19. So fótbóltur fer at mynda skránna seinnapartin og í kvøld. KÍ hevur somuleiðis 48 stig á triðjaplássi fyri ein dyst færri enn B36, og skal í dag spæla móti TB í Djúpumýru í Klaksvík. Tann dysturin byrjar klokkan 16.45. Hinir dystirnir í bestu mansdeildini í fótbólti eru HB og Skála og Víkingur og AB, sum báðir byrja klokkan 15.00. Og so ÍF og EB Streymur, sum byrjar klokkan 17.00. KVF sendir beinleiðis í úvarpinum frá klokkan 15.00, tá sagt verður frá dystinum millum HB og Skála í Gundadali, og sagt verður sjálvsagt eisini frá toppdystinum í kvøld klokkan 19.00. Og í Høllini í Hoyvík bresta FM finalistarnir frá í fjør, H71 og Neistin, saman. Liðini hittust eisini í stórsteypadystinum seinasta vikuskifti, og tá vann H71 sannførandi við 10 málum. Hjá kvinnunum er nevnivert, at VB aftur í ár er við í kappingini, og í dag taka vágskvinnur móti silvurvinnarunum í fjør, VÍF. Tann dysturin verður klokkan 15 00. Hin dysturin í bestu kvinnudeildini í hondbólti er longu byrjaður klokkan 14 00 og verður spældur í Høllini í Hoyvík, har Neistin er á vitjan. Í hesari sendingini gera vit ikki minni enn tveir rættir burtur úr seyðalungum. Lena Joensen á Húsum ger ein rætt til nátturða og Gretha Lassen í Vági ger ein døgurðarætt. Harafturat greiðir Gertrud Joensen, bóndakona á Trøllanesi, frá, hvussu hon tekur slaktið upp og hvat hon gevur fjallmonnunum at eta. Vælgagnist er ein útvarpsrøð, ið Tórður Mikkelsen legði til rættis fyrrapartin í nítiárunum. Hesin parturin var fyrstu ferð at hoyra í Útvarpinum 19. oktober í 1993. Jákup Pauli Ziskason, sum leigar eina av nýggju íbúðunum hjá Bústøðum á Biskupstorgi í Klaksvík, skrivaði á Facebook vanga sínum í gjár, at tað lak illa í íbúðini í illveðrinum. Jákup Pauli Ziskason sigur við Norðlýsið, at tað eisini hevur likið gjøgnum hurðina fyrr, og at hann hevur boðað Bústøðum frá hesum, men einki er gjørt við tað. Íbúðirnar eru spildurnýggjar, og leigarar fluttu inn 1. mai í ár, men hóast tað, lekur tað í íbúðini hjá Jákup Paula Ziskason og unnustuni. Andras Róin, stjóri á Bústøðum, sigur í dag, at hann veit ikki nóg nógv um hetta málið enn, men at serfrøðingar frá Aluplast og byggifelagnum Kanjon fara á staðið í morgin at kanna trupulleikan. Tað dregur út at fáa bygt nýggjan hangar, hóast tað er hálvtannað ár síðani, at Atlantic Airways boðaði frá, at eitt nýtt Airbus 320 neo flogfar var á veg í flotan. Stjórin í Atlantic Airways, Jóhanna á Bergi, er farin at ótolnast. Hon ótolnast eftir einum nýggjum hangari, sum kann rúma nýggja flogfarinum hjá føroyska flogfelagnum. Nýggi hangarurin er ein partur av einari heildarætlan, sum verður gjørd fyri flogvøllin, sigur Regin Hammer, nevndarformaður í Vága floghavn. Eitt stig var nóg mikið og eitt stig var tað, KÍ fekk í kvøld, tá EB Streymur Skála var á vitjan. Dysturin endaði við málleysum javnleiki og harvið eru KÍ nú fýra stig frammanfyri HB, sum eru næstar teimum á stigatalvuni. KÍ var einaráðandi í føroyskum kvinnufótbólti til fyri tveimum árum síðani. 17 ferðir upp í slag vunnu tær bestu kvinnudeildina, og tað er heimsmet. Í fjør og fyrraárið vann dagsins mótstøðulið, EB Streymur Skála, landskappingina, men nú eitur føroyameistarin í føroyskum kvinnufótbólti aftur KÍ. 1777 var eitt av teimum ringastu árunum til ís í Grønlandi. Hetta árið vóru nógv donsk, týsk og niðurlendsk skip á hvalaveiði undir Eysturgrønlandi, og vit vita við vissu, at minst 15 teirra fórust í ísinum. Av tí, at manningarlistarnir vóru heldur tilvildarligir, veit eingin, hvussu nógvir mans fórust, men hildið verður, at teir vóru millum 200 og 300 í tali. Seinnapartin í dag verður almenn móttøka í Tinganesi í sambandi við, at nýtt landsstýri hevur tikið við. Móttøkan verður frá klokkan 15 17, upplýsir Løgmansskrivstovan. Sjey fólk manna nýggja landsstýrið. Bárður á Steig Nielsen í Sambandsflokkinum er løgmaður og hevur tveir landsstýrismenn afturat. Helgi Abrahamsen er landsstýrismaður í vinnu , orku , umhvørvis og innlendismálum, og Kaj Leo Holm Johannesen er landsstýrismaður í heilsumálum. Fólkaflokkurin hevur trý landsstýrisfólk. Tey eru Jørgen Niclasen í fíggjarmálum, Jacob Vestergaard í fiskivinnumálum, og Elsebeth Mecedis Gunnleygsdóttur er landsstýriskvinna í almannamálum. 55 ára gamli Henry Olsen er Danmarkarmeistari í sínum aldursbólki í hálvum maratoni. Tað er greitt eftir kappingina Copenhagen Half , sum var í gjár. Henry Olsen hevur havt eitt framúr gott ár í ár, har hann hevur vunnið FM í maratoni og á 5.000 metrum, hann hevur runnið tað sætta og seinasta av teimum heilt stóru maratonunum í heiminum og nú er hann so danmarkarmeistari afturat. Í sambandi við verkætlanina ABC fyri sálarliga heilsu hevur Fólkaheilsuráðið ment nýtt tilfar, ið skal virka sum amboð til at tosa um sálarliga heilsu millum bæði børn, ung og vaksin. Amboðið, ið talan er um, er ein sokallað ABC krabbagágga . Tey flestu kenna krabbagágguna frá tí, at tey vóru børn Tú leggur eitt pappír saman á ein serligan hátt, teknar og skrivar í krabbagágguna, og so virkar hon sum eitt spæl, ið tú kanst spæla við onnur við. Munurin á eini vanligari krabbagággu og eini ABC krabbagággu er, at hon inniheldur nakrar spurningar, ið eru knýttir at góðari sálarligari heilsu, uttan at orðið sálarlig heilsa verður nevnt. Monika Mohr, sum er verkætlanarleiðari í Fólkaheilsuráðnum, vónar, at hendan krabbagággan verður líka væl móttikin sum krabbagággan til ung og vaksin. Mánamorgnar er Petur Hans Dahl í morgunsendingini og greiðir frá veðrinum næstu dagarnar. Hann endar altíð við einum veðurtekni. Í morgun umrøddi hann ein serstakan veðurstein, ið veit bæði eitt og annað um veðrið. 22 19 til H71 gjørdist endaliga úrslitið, tá hondbóltskappingarárið hjá kvinnunum fór á rull og Neistin vitjaði í Hoyvík. Í hinum dystinum í SMS deildini vunnu VÍF 27 22 í móti VB á útivølli. Víkingur fekk bert javnleik ímóti AB í aðalroyndini undan steypafinaluni, EB Streymur slapp við sigri á ÍF úr botninum, og føroyameistararnir HB vunnu á Skála. Omanfyri sæst samandráttur av trimum dystum í 22. umfari í landskappingini. Jóannes Bjartalíð brendi eitt brotsspark tíðliga í dystinum, men gjørdi tað gott aftur, tá hann sendi eitt fríspark beinleiðis í netið. Klaksvíkingar vunnu 3 0, men sigurin kundi verið munandi størri. Seinasta kappingarar spældu mansliðiðin hjá H71 og Neistanum fleiri spennandi og javnar dystir. Liðini hittust i gjár í fyrsta umfarið í Okkara deildini og aftur hesuferð bleiv tað ein dramatiskur og spennandi dystur har avgerðin ikki fall fyrr enn í allar seinastu minuttunum. Í sambandi við at nýggja ABH landsstýrið verður sett, skipar Løgmansskrivstovan fyri almennari móttøku fyri fráfarandi og nýggja landsstýrinum í Tinganesi í dag klokkan 15 00. Landsstýrisfólkini verða hesi Fólkaflokkurin Jørgen Niclasen, fíggjarmál Jacob Vestergaard, fiskivinnumál Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, almannamál Sambandsflokkurin Bárður á Steig Nielsen, løgmaður Kaj Leo Holm Johannesen, heilsumál Helgi Abrahamsen, vinnumál Miðflokkurin Jenis av Rana, menta og uttanríkismál. Tað eru bara tvey ár síðani, at tær seinast vunnu landskappingina, men tá liðið frammanundan tí hevði vunnið 17 ár upp í slag, so eru tvey ár uttan gullmedalju í FM stríðnum long tíð. Hjá monnunum var ein kapping fyri teir royndu og ein fyri teir minni royndu, meðan hjá kvinnunum var bert talan um eina kapping við royndum luttakarum. Anna Kalsø vann kappingina hjá kvinnum, meðan Leif í Bøgarði vann kappingina fyri royndu mannfólkini og Einar Vang kappingina fyri mannfólkini við færri royndum. Parlamentið er sent heim til 14. oktober, bara góðar tvær vikur fyri at bretar skulu úr ES, skrivar DR. Meðan parlamentið er við hús, skal stjórnin skriva nýggja dagsskrá. Andstøðan sigur, at endamálið bara er at forða andstøðuni í at leggja seg útí ætlanina hjá Borisi Johnson við brexit. Nú skal so Hægstirættur umrøða, um talan var um eitt kvett, sum andstøðan sigur. 75 parlamentslimir hava lagt málið fyri rættin. Tey halda at Boris Johnson tók avgerðina fyri at vinna tíð, og kalla avgerðina fyri maktmisnýtslu. Kemur Hægstirættur til ta niðurstøðu, at parlamentið er sent til hús av brexit, so hevur forsætisráðharrin sagt ósatt fyri drotningini. Hevur hann tað, so er hann liðugur í politikki, tí tað góðtaka veljararnir ikki. Um so er, so kann Hægstirættur krevja, at parlamentið kemur saman aftur. Í farnu viku segði ovasti sivili rætturin í Skotlandi, at avgerðin um at senda parlamentið til hús, var skeiv. Stutt eftir segði Hægstirættur í Bretlandi, at talan var um politiska avgerð, sum rætturin ikki skuldi leggja seg útí, og tað sama segði rætturin í Norðurírlandi. Hægstirættur hevur sett tríggjar dagar av til málið, men kann koma við eini avgerð fyrr enn tað. Og avgerðin kann eisini vera, at rætturin kemur til ta niðurstøðu, at talan ikki er um løgfrøðiligt mál, skrivar DR. TAKS sigur, at broytingin kemst av, at dagførdu tølini hóska betur saman við fløskurnar, sum eru 0,75 litrar. Nú verður cider flokkað sum øl og ikki sum vín, og snús er komið á plakatina saman við balli. Men sjálvur vónar hann, at sleppa heimaftur til USA. Hetta sigur Edward Snowden í samrøðu við CBS í sambandi við, at hann í dag gevur út bók. Edward Snowden gjørdist heimskendur, tá hann í 2013 lak trúnaðarupplýsingar um, hvussu amerikanskir myndugleikar njósnast móti fólki. Hann hevur búð í útlegd í Moskva síðani 2013, eftir at hann lak upplýsingar um at amerikanska fregnartænastan framdi umfatandi internet og telefoneftirlit. Edward Snowden er ákærdur fyri njósning, men í samrøðu í sjónvarpsrásini, CBS, stúrir Snowden fyri, at hann ikki fer at fáa rættvísa rættargongd í USA. Bókin, Permanent Record, er endurminning hjá Snowden og gevur innlit í barna og ungdómsárini hjá Snowden, og hann lýsir eisini, hvussu hann sjálvur var við í at menna víðfevndu eftirlitsskipanina. Snowden greiðir eisini frá, hví hann at enda varð noyddur at siga øllum heiminum frá tí. Bókin verður útgivin í dag, og fæst eisini á donskum. Søgur hava gingið í rúma tíð um, at fleiri feløg í Týsklandi eru áhugað í Jóhan á Plógv Hansen, sum dagliga spælir í bestu donsku hondbóltsdeildini við Bjerringbro Silkeborg. Og nú váttar THW Kiel, at so er. Stjórin í THW Kiel, Viktor Szilagyi sigur við týska miðilin Kieler Nachrichten, at tey hava fylgt væl við gondini hjá Jóhan á Plógv Hansen. Men Szilagyi minnir á, at tey eisini hyggja eftir øðrum leikarum. Sáttmálin hjá Jóhan á Plógv Hansen við Bjerringbro Silkeborg gongur út í 2021, men danski miðilin TV2 Sport vil vera við, at í sáttmálanum er eitt fyrivarni, sum tryggjar Jóhan á Plógv Hansen møguleikan at fara longu í summar. Týska hondbóltsdeildin telist millum heimsins bestu, og THW Kiel er tað felagið, sum hevur vunnið deildina oftast. 20 ferðir er talan um. Í THW Kiel spæla eitt nú svensku Nicklas Ekberg og Ole Rahmel, umframt at landsliðsliðfelagarnir, Magnus Landin og Niklas Landin, eisini hava sáttmála við felagið. Í Barnaútvarpinum hesa vikuna hoyra vit um grind. Í 4.parti fer Mass Hoydal at greiða frá tí at fara í grind. Eisini eru vit hjá djóralæknanum, sum eitur Signar Petersen. Eitt nú búði hann fleiri ár í Sibiria og skrivaði bók um forvitnisliga staðin. Bókin hjá Sigerti, Sibirien i vore dage, er nýliga útkomin í Russlandi. Margit M. Baadsager og Arnvør eru systrar. Tær hava verið sera góðar og hava livað eitt tætt og kærleiksfult familjulív. Brádliga í 2015 varð 38 ára gamla Arnvør illa sjúk og fekk staðfest krabba í heilanum. Tá stuttminnið fór, valdi Margit at fara at skriva dagbók, har hon skrivaði alt, sum hendi. Margit vónaði, at Arnvør fór at vinna sær heilsubót aftur og tá kundi hon so lesa, hvat sum var hent, meðan hon var sjúk. Men so varð ikki, tí Arnvør fór foldum frá. Margit valdi seinni at savna dagbókina í eina bók, tí mitt í meiningsloysinum gevur tað meining. Undir yvirskriftini Samhaldsfasti riggar og skal hava frið biðja fakfeløgini í felags yvirlýsing landsstýrið um at halda fingrarnar vekk frá Samhaldsfasta. Síðani hetta varð kunngjørt, hava nakrar ullintar útsagnir verið frá samgongutinglimum um Samhaldsfasta, skriva tey níggju fakfeløgini. Feløgini hava hoyrt, at ætlanin er at fara eftir Samhaldsfasta og blanda grunnin saman við almennu pensjónini. Tey biðja tí um fund við løgmann og landsstýrismannin í fíggjarmálum, so greiða kann fáast á málinum. Yvirlýsingin er undirskrivað av Starvsmannafelagnum, Pedagogfelagnum, Lærarafelagnum, Fiskimannafelagnum, Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Í vár gjørdist greitt, at nýggi H bygningurin fer at kosta í minsta lagi 80 milliónir krónur meira enn løgtingið higartil hevur játtað. Politikarar síggjast allastaðni upp undir val, og miðlarnir biðja floksformenn stilla upp til alt møguligt. Gevur tað veljarunum gott grundarlag Tá nógv var frammi um metoo var fokus á frásagnum hjá gentum og kvinnum, og tað sum einstakir miðlamenn gjørdu og ikki gjørdu. Hvat hugsaðu dreingirnir og menninir um metoo í grundini Í sjónvarpsstovuni Parisa Amiri og Martin Wicklin. Boringin í Traðardali byrjaði 27. juni og á Gomlurætt 14. august. Sandoyartunnilin verður 10,8 kilometrar langur, og verður longsti tunnil í landinum. Hann skal eftir ætlan verða liðugur í desember 2023. Mett verður, at millum 300 og 400 bilar fara at koyra í Sandoyartunlinum um samdøgrið. Eitt suðurkoreanskt blað skrivar, at Kim Jong un sendi innbjóðingina til Trump síðst í august, men einki er frætt um, hvussu amerikanski forsetin hevur tikið ímóti henni. Kim Jong un og Trump hava havt tríggjar fundir síðani í juni í fjør. Norðurkoreanska kjarnorkuætlanin hevur staðið ovast á breddanum á øllum fundunum. Amerikanski forsetin roynir at fáa Norðurkorea at sleppa kjarnorkuætlan síni, men higartil eru at kalla eingi framstig gjørd. Seinast, teir báðir leiðararnir hittust, var í avmiliteriseraða geiranum millum Norður og Suðurkorea í summar. Teir báðir samdust um at taka samráðingarnar uppaftur á embætismannastigi. Stígur kom í samráðingarnar á toppfundinum í Vjetnam í februar. Í síðstu viku segði norðurkoreanski varauttanríkisráðharrin, at Norðurkorea er til reiðar at taka samráðingarnar uppaftur, og síðani hevur Donald Trump sagt, hann er sinnaður at hitta Kim Jong un seinni í hesum árinum. Fyrsti toppfundurin millum norðurkoreanska leiðaran og amerikanska forsetan var í Singapore. Fundurin var søguligur, tí tað var fyrstu ferð, at ein amerikanskur forseti og ein norðurkoreanskur leiðari hittust. Nevndarval er á skránni á tingfundinum, sum byrjaði klokkan 13 30, men valbólkarnir tingast enn um nevndarbýtið, og tí varð tingfundurin niðurlagdur. Hvussu kunnu lærarar fáa atgongd til gransking, sum teir kunnu brúka í undirvísingini Vetenskap i skolan snýr seg um at gera nýggja gransking atkomiliga hjá lærarum. Tosað verður við gestir í sjónvarpsstovuni. Tey seks eru Heðin Zachariasen, Annika Olsen og Brandur Sandoy í Fólkaflokkinum, Edva Jacobsen og Eyðdis Hartmann Niclasen í Sambandsflokkinum og Tordur Niclasen í Miðflokkinum. Hesi er varafólk hjá Jørgeni Niclasen, Jacob Vestergaard, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, Kaj Leo Holm Johannesen, Helga Abrahamsen og Jenis av Rana, sum eru farin í landsstýrið. Frammanundan hevur Erhard Joensen tikið sæti á tingi fyri Bárð á Steig Nielsen, løgmann. Bill Justinussen i Miðflokkinum er farin á ST aðalfund, og fyri hann er Steffan Klein Poulsen, sum er fyrsti varamaður, komin á ting. Johan Dahl í Sambandsflokkinum er eisini í farloyvi í løtuni, og Jaspur Langgaard, sum er fyrsti varamaður, røkir tingsessin fyri hann. Um vikuskiftið vóru 16 føroyskir sangskrivarar á skeiði á Musikkskúlanum í Havn. Endamálið var at menna sangskrivaraevnini hjá luttakarunum. Morgunsendingin hittir Torleik Mortensen, formann í Føroya tónleikarafelag, Ilanguaq David Lumholt, umboðandi Koda og Marcus Winther John, professionellan sangskrivara. Marcus Winther John, sum byrjaði sína starvsleið sum sangskrivari og sangari í danska bólkinum, Inside The Whale, hevur síðani skrivað sangir til útgávur hjá eitt nú Tim Christensen, Sanne Salomonsen, Mads Langer, Christopher og New Kids On The Block. Hvørjir eru vandarnir við at tað gerst alsamt heitari á jørðini, og hvussu ávirka veðurlagsbroytingarnar okkum í Føroyum Eru veðurlagsbroytingarnar mannaskaptar ella nátúrligar, og hvat kunnu og skulu vit gera fyri at venda gongdini Sendingin tekur í stóran mun støði í ráðstevnu, ið var í Norðurlandahúsinum farna hósdag, og vit tosa við fleiri av teimum, ið høvdu fyrilestur á ráðstevnuni. Jens Hesselbjerg Christensen, professari og limur í viðurkendu altjóða veðurlagsnevndini hjá ST IPCC, viðgerð tøl um verðurlagsbroytingar, sum IPCC hevur savnað í sínum frágreiðingum. Petur Steingrund, fiskafrøðingur, hugleiðir um, hvussu tað ávirkar fiskastovnarnar og lívið í havinum kring Føroyar at heimurin og havið hitnar. Og Sjúrður Hammer, fuglafrøðingur vísur, hvussu veðurlagsbroytingarnar ávirka fuglin í Føroyum og her um okkara leiðir. Føroyingar útleiða sera nógv CO2 í mun til onnur lond, og vit eiga at minka um CO2 útlátið sum skjótast, heldur Bogi Hansen, havfrøðingur, sum eisini vísur á royndirnar og kanningarnar, sum hann og Havstovan hava gjørt í havinum kring Føroyar í fleiri áratíggju. Samstundis sum at vit eiga at minka um CO2 útlátið sum skjótast, so eiga vit eisini at hugsa um og fyrireika okkum til avleiðingarnar av veðurlagsbroytingunum, heldur Ólavur Dalsgarð, stjórnmálafrøðingur, sum samskipar norðurlendska verkætlan, sum Setrið er partur av. Kaj Leo Holm Johannesen var løgmaður í fleiri ár, men nú er hann landsstýrismaður fyri fyrstu ferð, meðan Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur er einasta kvinnan í nýggja landsstýrinum. Bæði Heimafriður og fleiri borgarar hava sent kommununi kærur, uttan at fáa svar. Og hetta er ikki í lagi, siga fleiri borgarar, sum ikki longur kenna seg heima í kommununi. Heimafriður hevur síðani felagið varð stovnað fyri átta mánaðum síðani, sent áleið 17 kærur til Runavíkar kommunu uttan at fáa nakað svar. Og tí hevur felagið nú vent sær til umboðsmannin. Sjálvt um kommunan ikki hevur brúkt so nógva orku upp á at svara kærum frá borgarum um ljóðdálking, hevur Runavíkar kommuna arbeitt nógv við málinum. Tað sigur Tórbjørn Jacobsen, og vísir á, at har manglar ein heildarætlan, sum skal basa ljóðdálking ikki bara í kommununi men um alt landið. Har menn eru samlaðir, eru eisini stigveldisskipanir hvør er ovast, og hvør er niðast Hvussu avgerandi er karrieran hjá monnum í dag Virkandi forsætisráðharrin í Spania, Pedro Sanchez, sleppur royndunum at skipa stjórn, og hevur í staðin skrivað út val í ótíð. Valið verður hildið 10. november. Sostatt skulu spaniólar á val aftur fyri fjórðu ferð í fýra ár. Pedro Sanchez hevur havt samráðingar við flokkin Podemos um fleiri politisk stig fyri at fáa flokkin sum stuðlsflokk hjá stjórnini, skrivar tíðindastovan Ritzau. Í apríl mánaði vann sosialistaflokkurin hjá Sanchez tjóðartingsvalið, og Sanchez hevur síðani arbeitt fyri at tryggja flokkinum stuðul í spanska tjóðartinginum. Tað eydnaðist honum ikki at tryggja flokkinum meirluta í tinginum. Sanchez hevði freist til 23. september til at verða góðkendur sum forsætisráðharri. Hann hevur nú slept hesi ætlan, tí verður val í ótíð í november. Teldusníkar gjørdu seg herfyri inn á heimasíðuna hjá Reyða Krossi Føroya og gjørdu síðuna óvirkna. Málið varð meldað til løgregluna, og serfrøðingar hava arbeitt við, at loysa málið. Reyði Krossur Føroya skrivar, at hugsandi er, at álopið hevði samband við landsinnsavningina hjá Reyða Krossi, sum var henda dagin. Av tí at kontunummur og aðrir innsavningarmøguleikar eru at síggja á heimasíðuni, er sannlíkt, at álopið hevur forðað fólki í, at lata gávur umvegis heimasíðuna. Heimasíðan riggar nú aftur, sum vant. Síðani álopið varð framt, er trygdin á heimasíðuni nógv herd fyri, at forða fyri, at slíkt hendir aftur, skrivar Reyði Krossur Føroya. Tá WOW air í mars mánaði gavst við sínum virksemi í Íslandi, varð mett, at miðalúrtøkan fyri hvørt ferðafólk fór at vaksa, tí WOW air var sonevnt lágprísflogfelag, ið seldi bíligar flogferðaseðlar. Og tað sæst longu nú. Hóast talið av ferðafólkum higartil í ár er minkað við umleið 20 prosentum, so nýtir hvørt ferðafólk meira enn áður. Íslendski fíggjarmálaráðharrin, Bjarni Benediktsson, segði í samrøðu við RÚV, at hetta er millum annað tí, at ferðafólkini eru til reiðar, at nýta somu upphædd í teirra heimliga gjaldoyra, sum áður og við einari veikari krónu, og tað hevur ávirkan. Hóast talið av ferðafólkum er munandi minkað, so minkar talið av gistingum á gistingarhúsum ikki so nógv. Í mai mánaði var minkingin bara eitt prosent, skrivar føroyska sendistovan í Reykjavík. Sambært íslendska Arion Banka, nýtti hvørt ferðafólk 28 prosent meira í ISK í Íslandi í apríl, og 30 prosent meira í mai enn árið fyri. Nýtslan av kredittkorti fyri hvørt ferðafólk hevur ongantíð verið størri enn í mai í ár, og harumframt vísir nýtslan, at hvørt ferðafólk nýtir meira í egnum gjaldoyra enn áður. Hetta er ein gongd, sum er sera týdningarmikil fyri íslendska búskapin, staðfestir Arion Banki í frágreiðing, sambært føroysku sendistovuni í Reykjavík. Løgmálaráðið sigur, at endamálið við stevningini er ikki, at steðga útgávuni av nýggju bókini hjá Edward Snowden, skrivar tíðindastovan Ritzau. Hinvegin verður sagt, at Snowden skal hava skrivað undir trúnaðaravtalu bæði hjá amerikonsku fregnartænastuni, CIA, og hjá altjóða trygdarstovninum, NSA, har Snowden fyrr arbeiddi. Vit loyva ikki einstaklingum fyri amerikanska rokning at forvinna pening uttan, at halda krøvni um rættlestur og skoðan áðrenn útgávuna, sigur Jody Hunt frá løgmálaráðnum. USA krevur, at fáa allan vinningin frá søluni av nýggju bókini. Edward Snowden gjørdist heimskendur, tá hann í 2013 lak trúnaðarupplýsingar um, hvussu amerikanskir myndugleikar njósnast. Edward Snowden segði, at amerikanska fregnartænastan framdi umfatandi internet og telefoneftirlit. Hann hevur búð í útlegd í Moskva síðani 2013, og er framvegis í Moskva. Bókin er endurminning hjá Snowden og gevur innlit í barna og ungdómsárini, og hvussu hann var við til at menna víðfevndu eftirlitsskipanina, og hví hann at enda var noyddur, at siga øllum heiminum frá tí. Børn og ung ganga ofta til fleiri ítróttargreinir og ítrív. Men tað er eisini týdningarmikið, at tað er pláss til annað enn ítrótt og ítriv, sigur heilsufrøðingurin, Bjørghild Djurhuus. Kristin Michelsen var í valbólki saman við samgonguni, tá nevndirnar vórðu valdar í gjár. Hann hevur fingið sæti í Fíggjarnevndini, og tað er hann væl nøgdur við. Prince er komið til landið og legði at á Drelnesi um 9 30 tíðina í morgun. Skipið tekur 250 bilar, tað eru 44 bilar fleiri enn Smyril tekur. Manningin telur umleið 30 fólk, og hon er úr Rumenia, Grikkalandi, Italia og Egyptalandi. Eisini mynstra 10 av manningini á Smyrli við Prince. Skiparin á Prince er grikki, men føroyskur skipari verður eisini umborð. Í dag verður trygdarvenjing, har báðar manningarnar venja saman. Ferðaætlanin fyri siglingina hjá Prince er í tráð við altjóða sáttmálar fyri manningar við handilsskipum, og er nakað øðrvísi enn tann hjá Smyrli, sigur Strandferðslan. Avloysaraskipið hjá Smyrli, Prince siglir bara tveir túrar um dagin millum Havnina og Drelnes, umframt at Prince liggur á Tvøroyri hvørja nátt. Eisini verður longri millum túrarnar, millum annað tí Prince er væl størri skip enn Smyril, 20 metrar longri, og kann tí brúka meira tíð til at leggja at og fara frá bryggju. Í Havn leggur Prince at undir havnaskrivstovuni við Molan, og Strandferðslan hevur gjørt avtalu við skipasmiðjuna MEST um, at sleipibátur altíð er tøkur, um so er, at ferjan hevur brúk hjálp at leggja at. Tað er serliga, tá eysturætt er, sigur Heri Norðberg, ferðslusamskipari hjá Strandferðsluni. Ferðaætlanin verður eftirmett, tá skipið hevur verið í sigling í eina viku, sigur stovnurin. Heðin Zachariasen hevur biðið býráðið í Sunda kommunu um at sleppa at vera løgtingsmaður eisini.Næsti býráðsfundur í Sunda kommunu verður 30. september. Heðin Zachariasen sigur, at hann stillar ikki upp á kommunuvalinum næsta ár. Hann hevur tí slakar 15 og ein hálvan mánað eftir sum borgarstjóri. Heðin Zachariasen hevur verið borgarstjóri í Sunda kommuna síðani hon varð stovnað í 2005. Undantikið er tó eitt valskeið, tá hann ikki stillaði upp. Samgonguni nýtist ikki at stúra, hóast hon hvørki hevur meiriluta ella formann í Vinnunevndini, sum er tann mest týðandi í løgtinginum næst eftir Fíggjarnevndina. Andstøðan hevur eisini meirilutan í Mentanarnevndini. Har hava Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin eisini gjørt avtalu um at býta formanssessin millum sín í valskeiðinum. Luttakarar Sigert, Patursson, Elisabeth Larsen, Hallur Holm, Tórbjørn Jacobsen, Torlek Mortensen, Ilanguaq David Lumholt, Marcus Winther John og Frida Andersson. Í farnu viku vóru setanarsamrøður í Listasavninum á Sandi. Tríggir væl skikkaðir umsøkjarar vóru til samrøðu. Tá avtornaði valdi setanarbólkurin at seta Eir í Ólavsstovu sum savnsvørð. Eir er búsitandi á Sandi. Hon hevur arbeitt við myndlist í nógv ár, og hevur sera stóra vitan og áhuga innan økið. Ein av hennara størstu styrkjum eru evnini at miðla list til bæði børn og vaksin. Hetta kemur nú savninum til góðar. Eir hevur drúgvar royndir úr Kringvarpinum, har hon millum annað hevur gjørt mentanarsendingar. Hon hevur harumframt arbeitt sum fyrisitingarleiðari í Meginfelag Áhugaleikara Føroya. Hon er útbúgvin frá Roskilde Universitetscenter og er harumframt útbúgvin sjónleikari. Eingi framstig eru gjørd við bretsku stjórnina um Brexit. Tí er stórur vandi fyri, at Bretland fer úr ES 31. oktober við ongari avtalu. Tað var høvuðsboðskapurin, tá ES tingið viðgjørdi málið í Strasbourg fyrrapartin. Boris Johnson, forsætisráðharri, hevur annars sagt, at stór framstig eru gjørd í samráðingunum við ES, serliga í spurninginum markið millum Norðurírland og Írland. Bretar eru ikki komnir við nøkrum uppskoti, ið skal tryggja, at markið millum Norðurírland og Írland ikki verður stongt, hóast Bretland fer úr ES, sigur formaðurin í ES nevndini. Nevndarformaðurin í Polar Seafood, Henrik Leth, hevur sagt, at rækjuprísurin er fallin eini 10 prosent síðani í apríl, og at tað fer at ávirka inntøkurnar hjá landskassanum munandi. Henrik Leth sigur, at sum útlitini eru, er vandi fyri, at landskassin fer at missa einar 50 milliónir krónur í avgjaldi á rækju. Haraftrat minkar skattainntøkan, tí hýrurnar minka eisini, sigur formaðurin í Polar Seafood. Skrivstovustjórin í fíggjarmálaráðnum í Grønlandi, Nikolai Christensen, sigur við Sermitsiaq, at lagt verður upp fyri, at rækjuprísurin lækkar, í fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár. Í dag eru tvær bøkur á skránni við tveimum felagsnevnarum. Rithøvundarnir eru báðir debutantar. Og so er deyðin hjartatátturin í báðum bókunum. Margit M. Baadsager hevur útgivið dagbókina Góða systir , sum eru skrivað í sambandi við sjúkugongdina hjá systrini Arnvør. Vit tosa við Margit, og Jógvan Isaksen, bókmentafrøðingur, ummælir bókina. Solby Christiansdóttir hevur skrivað skaldsøguna Gloymdur , sum ferðast einastaðni á markinum millum fiktón og fakta. Vit tosa við Solby um nýggju bókina. Í seinra tímanum hitta vit sjónleikaran Hannes Óla Ágústson, sum framførdi leikin She s my father í Føroyum. Leikurin snýr seg um pápan, sum brádliga skifti kyn og bleiv kvinna. Vit fara eisini á vitjan í nýggja Musikkskúlanum í Havn, har Albert Isfeld, arkitektur, fer at ummæla skúlan úr arkitektoniska sjónarhorninum. Eisini hitta vit arkitektin Mayfinn Norðoy, sum hevur teknað skúlan, eins og vit eisini tosa við børn og lærarar. Og so fara vit hvønn mikudag at enda við mentanarálmannakkanum komandi vikuna. Tú kanst hoyra sendingina her Grundarsteinurin í bókini eru faktuellu upplýsingarnar í sjúkrajournalini hjá pápa hennara, sum doyði av einum mistaki í føroyska sjúkrahúsverkinum í 2006. Men talan er um eina skaldsøgu, har hendingar og persónar eru íspunnin, leggur Solby Christiansdóttir dent á. Vit liva í broytingartíðum. Sendingin verður nú send mánakvøld klokkan 22, men tá er hon eisini tveir tímar, og so verður ein stytt útgáva endursend týsdagar klokkan 14. Og tað er hon, ið eg havi lagt á netið. Bretska dagblaðið The Independent skrivar, at evropeisku leiðararnir hava givið Boris Johnson, forsætisráðharra, 12 dagar at koma við einum uppskoti um eina Brexit avtalu. Evstamarkið varð sett á einum fundi í París í gjár millum franska forsetan, Emmanuel Macron, og finska forsætisráðharran, Antti Rinne, sum í løtuni stendur á odda fyri ES. Koma bretar ikki við uppskotum, eri eg vísur í, at fleiri evropeiskir leiðarar fara at taka undir við Macron. So er liðugt, segði Antti Rinne. Eftir fundin sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, at skal landsstýrið røkka góðum úrslitum, verður neyðugt at samansjóða sjónarmiðini og at samstarva væl, skrivar Løgmansskrivstovan. Orð og heilir setningar Talan nýtist ikki at vera um eitt navnorð, tí tað eisini vera ein heilur setningur, greiðir Elin Henriksen frá. Í dag er evnið coverløg ella á føroyskum tøkuløg . Vit hoyra jazztónleikarar og sangarar framføra millum onnur løg sum Fix You hjá Coldplay, Black Hole Sun hjá Soundgarden og Nothing Else Matters hjá Metallica. Málráðið hevur ein nýggjorðalista á heimasíðu sínari, malrad.fo. Orðini, sum vit hava tikið til viðgerðar í hesum brotinum, eru orðini smátalarar og kringsýni. Grønlendskir og danskir myndugleikar hava skrivað undir eina avtalu um, at danska verjan framvegis skal nýta floghavnina, sum eisini kann brúkast til sivila loftferðslu. Danska verjan skal umvæla floghavnina í Kangerlussuaq, reka og halda hana viðlíka, stendur í avtaluni. Verjumálaráðið hevur síðani í februar greinað tørvin í Kangerlussuaq í sambandi við Arktis. Veðrið í Kangerlussuaq er yvirhøvur støðugt, og tað hevur týdning fyri flogførini hjá verjuni, sum ofta eru minni enn sivilu flogførini. Tine Bramsen, verjumálaráðharri, sum skrivaði undir avtaluna fyri Danmark, veit ikki, hvussu nógv tað fer at kosta at umvæla floghavnina. Tað skal kannast nærri, sigur hon. Semja er um, at grønlendskir myndugleikar framvegis skulu eiga floghavnina í Kangerlussuaq. Umleið 500 fólk búgva í Kangerlussuaq. Teir komu í norskan sjógv fyrradagin, og í gjár komu Borgarin og Katrin Jóhanna eisini á leiðina. Katrin Jóhanna fór at sigla heim seinnapartin. Hvat hendir, um føroyingar fara at frambera fremmandaorð á enskum Tann spurningurin er til viðgerðar í fyrsta Málteiginum í hesari vetrarskránni í útvarpinum. Hóast vit í Føroyum eru røsk at nýta føroysk orð, bæði gomul og nýggj, so slepst ikki undan, at vit eisini brúka fremmandaorð. Hesi fremmandaorð stava ofta úr grikskum ella latíni og eru komin henda vegin umvegis fyrst týskt og síðan danskt. Við hesum málum er tað soleiðis, at tey føroysku sjálvljóðini líkjast nógv til dømis týskum og lutvíst donskum. So vit kunnu stava fremmandaorðini nakað á sama hátt og so frambera tey soleiðis, sum tey verða stavað ella øvut, stava tey soleiðis, sum tey verða framborin. Enskt skapar avbjóðingar Men tá ið hesi fremmandaorðini verða flutt yvir í enskt, fáa serliga sjálvljóðini heilt annan framburð. Langt I verður til ai , langt A verður til ey , U verður ofta til jú , E verður til i , sigur Elin Henriksen, málkøn. Fyrr lærdu føroyingar fremmandaorð gjøgnum eyguni, og vit frambera tey soleiðis, sum tey verða skrivað. Nú á døgum verða fremmandorð ofta lærd umvegis munnligt enskt, og so fáa tey enskan framburð, sum er heilt øðrvísi. Dømi rela tión og at rela tera Vit frambera orðini soleiðis, sum tey verða stavað. Men alt oftari hoyrast fólk nýta enskan framburð, har tey siga ri leysjon og at ri leyda . Sagnorðið bent ri leydaðu í staðin fyri rela teraðu . Men so er ikki longur samsvar millum stavseting og ljóð. Tøkuorð fáa føroyska stavseting Ensk tøkuorð, sum koma inn í føroyskt, fáa vanliga føroyska stavseting. Tvey gomul, kend dømi eru trolari, en. trawler, og leytari, en. ladder. Tað vil siga, at skulu vit á føroyskum broyta framburðin frá tí ljóðnæra rela tión og rela tera, til enskan framburð ri leysjon og ri leyda, so mugu vit eisini broyta stavseting, greiðir Elin Henriksen frá. Hann væntar, at fjepparar hjá TÝR fara at uppliva sterku megina frá einum heilum symfoniorkestri, og tey, sum vanliga lurta eftir klassiskum fáa eina nýggja uppliving. Atgongumerkini til konsertirnar vórðu sett til sølu í morgun, hósmorgun, og Norðurlandahúsið boðar frá, at áleið helmingurin av teimum 1600 atgongumerkjunum longu eru seld. Skráseting Føroya hevur sent Skiftirættinum hálvthundrað partafeløg, smápartafeløg og iverksetarafeløg og biðið um, at tey verða strikað. Men hetta ger tó ikki, at hugurin at stovna hesi feløg er størri enn hugurin at stovna smápartafelag, har sum minsti kravdi kapitalurin er 50.000 krónur. Hægstirættur viðger tvey kærumál um avgerðina at senda parlamentið til hús, og í løtuni eru hoyringar. Viðgerðin endar kanska í dag. At parlamentið er farið til hús, ber í sær, at politikararnir koma ikki samanaftur fyrr enn 14. oktober, ella umleið 14 dagar fyri, at Bretland skal fara úr ES 31. oktober. Eygleiðarar vísa á, at hetta málið snýr seg ikki bara um eina ósemju um eina politiska avgerð. Hægstirættur kann gera av, at parlamentið skal fara aftur til arbeiðis beinan vegin. Boris Johnson kann koma í eina álvarsama støðu, kemur hægstirættur til ta niðurstøðu, at hann segði ósatt fyri drotningini, tá hann bað hana um heimild at senda parlamentið til hús. Níggju fakfeløg hava í felags yvirlýsing biðið um fund við landsstýrið, nú samgongan ætlar at seta á stovn ein aldurstrygdargrunn. Nógv sild hevur seinastu tíðina verið á Eysturlandinum í Íslandi, og har royna fleiri føroysk skip. Sildin er stór, sum skipini fáa. Føroysku skipini sleppa kortini ikki inn um 50 fjórðingar at royna, men sildin er nú í ferð við at flyta seg eystureftir, og tá fer at liggja betur fyri hjá nótaskipunum. Sildin hevur verið innarlaga, og íslendsku nótaskipini hava fingið sera nógva sild. Eitt skip av Vápnafjørðinum sigldi stutt úr landi, og fekk 1.300 tons í einum háli, og fór alt fyri eitt inn at landa. Norðborg er eitt av føroysku skipunum, sum roynir eftir sild á Eysturlandinum. Føroysku skipini hava ikki loyvi at royna nærri enn 50 fjórðingar úr landi, og hava tí ikki rættuliga merkt til nógvu sildina. Jón Rasmussen, skipari á Norðborg, sigur, at hjá teimum gongur fiskiskapurin eftir vild. Sildin verður skorin til flak umborð á Norðborg, og tí fiskar skipið ikki meir enn 350 til 400 tons um samdøgrið, tí tað er nøgdin, sum kann skerast umborð. Tað, sum verður skorið av, verður nýtt til lýsi og mjøl. Sildin, sum skipini fáa, er stór, um 460 gram. Men sildin, sum íslendsku skipini fáa innari, er heldur minni, um 370 gram. Jón Rasmussen sigur, at skipini hjá felagnum hava fiskað mestsum alla makrelkvotuna, og tí verður roynt eftir sild. Reiðaríið eigur meir enn 20.000 tons av sild, av teimum eru um 6.000 tons keypt á uppboðssølu. Jón Rasmussen sigur seg vóna, at teir fara at fáa einar 6,50 krónur fyri kilo av sildafløkunum. Men tað skal nógv til, tí teir rindaðu um 2,40 krónur fyri kilo av sildini, sum er keypt. Sum skilst so gongur sildin nú eystureftir, út á leiðina har føroysku skipini royna. Finnur Fríði er í løtuni á veg á Tvøroyri við 1.600 tonsum av sild, sum teir fingu í tvey samdøgur. Næraberg og Fagraberg royna eisini eftir sild, og Jupiter er á veg í íslendskan sjógv at royna eftir sild. Í Filmstónum í dag viðgerða vit Disney filmin um Snjóhvítu, sum kom út í 1937. Vit tosa um sangirnir og tónaskøldini í filminum, Frank Churchill, Leigh Harline, Paul J. Smith og Larry Morey. Flokkurin hjá honum, Blátt og Hvítt, sigur, at núverandi forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, skal sleppa øllum vónum um at gerast leiðari fyri eini breiðari stjórn. Netanyahu skeyt fyrr í dag upp at skipa breiða savningarstjórn við Likud og flokkinum hjá Benny Gantz, Blátt og Hvítt, og við sær sum forsætisráðharra. Men leiðarin fyri flokkinum, Blátt og Hvítt, Moshe Yaalon, vil ikki í samgongu við Netanyahu sum leiðara. Valið týsdagin endaði javnt millum báðar flokkarnar. Ísraelskir miðlar hava skrivað nógv um, at fyrsta málið hjá honum er at skipa meirilutastjórn, sum kann geva honum politiskt órin móti skuldsetingunum. Gantz hevur fyrr sagt, at hann vil samstarva við Likud í eini savningarstjórn, men tað skal verða uttan Netanyahu, skrivar Ritzau. Ingrið Sondum og Jóannes Dalsgarð eru pensjónistar og búgva á Velbastað. Fyri eini fýra árum síðani fekk Ingrið staðfest, at hon hevði trupulleikar við stuttíðarminninum. Hóast støðan er broytt, og sjúkan spakuliga versnar, so hava hjúnini eina góða pensjónistatilveru, og royna at liva víðari sum vant. Altjóða Alzheimerdagur verður leygardagin, og og í tí sambandi skipar Alzheimerfelagið fyri fleiri tiltøkum kring landið. Í gjárkvøldið vóru gudstænastur í seks ymsum kirkjum í Føroyum, og í kvøld klokkan 19 verður tiltak og fyrilestur í Smæruni. Christina Swane kemur at tosa um evnið, demens og stigmatisering, og bispur hugleiðir um tað góða samskifti. Lurtið eftir samrøðuni við Ingrið Sondum og Jóannes Dalsgarð, sum fortelja um, hvussu tað er, tá alzheimersjúkan gerst partur av gerandisdegnum. Tveir aðrir dystir í Okkara deildini vóru spældir í gjárkvøldið. Í Vestmanna vunnu føroyameistarnir H71 24 19 ímóti VÍF og í Klaksvík vann STÍF 27 23 ímóti Team Klaksvik. Altjóða alzheimerdagur verður leygardagin, og í tí sambandi varpar Nón ljós á alzheimer. Alzheimerfelagið skipar hesa vikuna fyri fleiri tiltøkum. Í gjárkvøldið vóru gudstænastur í seks ymsum kirkjum í Føroyum, og í kvøld klokkan 19, skipar alzheimerfelagið fyri tiltaki og fyrilestri í Smæruni. Christina Swane kemur at tosa um evnið demens og stigmatisering og bispur hugleiðir um tað góða samskifti. Í Føroyum eru ikki nóg góð hagtøl fyri, hvussu nógv hava demens og alzheimer, men Demensklinikkin á Landssjúkrahúsinum fær einar 110 nýggj fólk til útgreiningar um árið, og talið er vaksandi, vísur Marjun Restorff, leiðari í Demensklinikkini og nevndarlimur í Alzheimerfelagnum á. Hetta samsvarar við rákið í heiminum, har alsamt fleiri fáa demenssjúkur. Fleiri orsøkin eru til hetta, men ein høvuðsorsøk er, at vit gerast eldri, og tí vaksur talið av eldri við demens eisini. Ein kanning sum varð gjørd fyri nøkrum árum síðani, vísur, at eini 70 prosent av teimum, ið búgva á ellis ella røktarheimum í Føroyum hava demens, ella tekin um demens. Hetta er eitt nógv hægri tal en væntað. Tey ið búgva á ellis ella røktarheimi eru tó bert ein lutfalsliga lítil partur av teimum, ið hava demens. Mett verður at 3 4 av øllum við demens ella alzheimer búgva heima. Lurtið eftir allari samrøðuni við Marjun Restorff millum annað um, hvat alzheimer er, hvussu sjúkan verður viðgjørd og hvussu umstøðurnar og tilboðini til tey, ið hava alzheimer og teirra avvarðandi eru í Føroyum. Altjóða alzheimer er leygardagin, og vit tosa við eini hjún, sum liva við sjúkuni Alzheimer. Marjun Restorff, leiðari á Demensklinikkin útgreinar, hvat alzheimer er, hvussu verður sjúkan viðgjørd, og hvussu umstøðurnar eru hjá teimum, ið hava demens. Fyrstu útnorðurdagur verður hildin mánadagin. Hvat er útnorðursamstarvið, og hvønn týdning hevur tað Vit tosa við Hallberu West, granskara, sum dagliga arbeiðir við útnorðursamstarvinum. Elsebeth Mercedis Gunnleyðsdóttir er einasta kvinnan í nýggju landsstýrissamgonguni. Elsebeth er hósdagsgestur í Nón. Frá Michelin matstovu til matbil. Stjørnukokkurin Jákup Sumberg kemur í útvarpsstovuna at greiða frá, hví hann tók hesa kúvending. Eg havi altíð verið kvinna í eini mannfólkaverð. Eg havi upp á mín máta roynt at slóðað fyri javnstøðu, men eg fari ikki at gera serligar lógir fyri at kvinnur skulu sleppa framat. Eg eri av tí áskoðan, at man skal eggja kvinnum at royna seg. Nakað soleiðis sigur Elsebeth Mercedis Gunnleyðsdóttir, sum nú er nýggj landsstýriskvinna í almannamálum, har hon millum annað skal umsita javnstøðumál. Páll Klettskarð skeyt nevniliga einasta málið í dystinum og nú verður endaspurturin í FM stríðnum ein kapprenning ímillum KÍ og B36. B36 er fremst í Betri deildini við 53 stigum, tvey fleiri enn KÍ. Á triða plássi liggur NSÍ við 48 stigum. Øll liðini hava spælt 22 dystir. Nógvar stórar tunnilsverkætlanir eru gjørdar, og nógvar skulu enn gerast. Men hvat skulu vit gera við alt grótið Formaðurin í Yvirfriðingarnevndini heldur, at núverandi lóg um náttúrufriðing ikki longur er tíðarhóskandi. Í juli kærdi Annfinn Brekkstein, býráðslimur í Tórshavnar kommunu, avgerðina um tyrving á Velbastað til Innlendismálaráðið. Hendan kæran er nú send til Yvirfriðingarnevndina, ið skal aftur á fund 10. oktober. Til tá verður ikki meira gjørt við málið. Nógv kjak hevur verið um hvat grótið, sum kemur úr Sandoyartunlinum streymoyarmegin, skal brúkast til. Uppskot hava verið frammi um eitt nú bakkaverju í Kirkjubø, nýtt vinnuøki á Gomlurætt ella undirlag til ein nýggjan flogvøll á Glyvursnesi. Einki av hesum bar tó á mál og tí verður grótið nú tyrvt í haganum á Velbastað. Charlotte Bøving lækni er sannførd um, at deyði pápi hennara var psykopatur. Úteftir var hann sjarmerandi og dugnaligur lækni, men heima var hann harðligur og manipulerandi. Í røðini Tín psykopatur kannar Charlotte, hvussu tað ávirkar fólk at vera í sambandi við psykopatar, og hvussu til ber at koma víðari. Annar partur er um at hava ein psykopat sum maka. Charlotte vitjar mammu sína og tosar við hana um, hví tað var so torført at fara frá pápa Charlottu. Alexa Peary hevur havt strálandi karrieru í vinnulívinum, men í dag fæst hon burturav við at hjálpa fólki, sum hava verið offur fyri psykopatum. Alexa hevur sjálv havt fleiri psykopatiskar unnustar og er eisini uppvaksin hjá psykopatisku mammu síni. Tvístøður og ráðaloysi seta sín dám á gerandisdagin, tá pápi á gáttini til sítt otium, sum skuldi avloysa tann strævna arbeiðsdagin nú, 68 ára gamal, ikki dugir at leggja tvey og tvey saman bókstaviliga. Kasper Friche tíðindamaður hevur fylgt pápa sínum hesar mánaðirnar, nú demens sjúka etur hann upp við ferð, og tað merkir alla familjuna. Eitt er, at pápin skal á røktarheim. Hvussu skal avgerðin takast, tá tað síðsta hann hevur hug til, er at fara heimanífrá og frá konuni, hann hevur elskað í yvir 50 ár. Fyri at gerast klókari, flytir Kasper Friche inn á røktarheim. Her merkir hann á egna kropp, hvør framtíðin hjá pápanum kann væntast at verða. Tá demens rakar familjuna, merkist tað ikki einans hjá tí sjúka. Kasper Friche, vertur og familja hansara greiða frá, hvussu tey loysa tær mongu tvístøðurnar, sum koma í kjalarvørrinum av demenssjúku. Nær við Silkeborg býr Flemming. Hann hevur rovfuglar og uglur og fær teir til alt møguligt. Harafturat hevur hann eitt stórt fylgi av bisonum á markini, og vit eru við, tann dagin, tá kálvarnir skulu markast. Tað sigur Ari Johanneson, stjóri á Umhvørvisstovuni. Tá freistin at lata boð inn fór 1. august, varð sagt, at viðgerðin fór væntandi at taka ein mánað. Men hóast sjey vikur eru farnar, er eingin niðurstøða gjørd. Ein av orsøkunum er stóri áhugin fyri útboðnum. Tað hevur við sær, at málsviðgerðin tekur longur tíð enn væntað. Átta boð komu inn upp á útboðið í miðstaðarøkinum og tvey upp á útboðið á Eiði. SEV og Magn lótu tilboð inn á Eiði. Tey átta tilboðini í miðstaðarøkinum komu frá SEV, Magn og Vindrøkt. Ari Johanneson sigur, at neyðturviliga er tað ikki so, at lægsti prísur vinnur eitt útboð, men hann vigar nógv. Tekniska loysnin vigar eisini, tá tilboðini verða viðgjørd, sigur hann. Citybois vóru kendir sum teir stuttligu dreingirnir frá X Factor. Trý ár seinni eru Anthon og Thor 18 ár. Genturnar skríggja fravegis. Men tað vaksna lívið við koyritímum, rokningum, skúla, arbeiði og húsaleigu streingja á. Og tað er ikki altíð lætt sjálvur at ráða yvir sínum egna lívi og yrkisleið. Hóast ætlanin hjá Kina at sleppa at byggja nýggju floghavnirnar í Grønlandi varð av ongum, ávara danskir myndugleikar framvegis Grønland ímóti at loyvi kinesarum at sleppa at gera íløgur í landinum. Fregnartænastan hjá donsku verjuni sigur í ársfrágreiðing síni, at sjálvstýrismyndugleikarnir og privat feløg í Grønlandi eiga at hugsa seg væl um, áðrenn tey taka ímóti tilboðum úr Kina, sigur grønlendska kringvarpið, KNR. Málið um floghavnirnar endaði við, at danskir myndugleikar komu upp í verkætlanina, so grønlendskir myndugleikar sluppu undan at leita eftir stórum útlendskum íleggjarum, millum annað í Kina. Endin varð, at danskin staturin setti 1,6 milliardir krónur í felagið, sum skal byggja nýggju altjóða floghavnirnar í Nuuk og Ilulissat, og í menningarátøk í Grønlandi. Í 2016 avgjørdi danska stjórnin at lata flotastøðina í Grønnedal uppaftur, eftir at eitt kinesiskt felag hevði víst áhuga fyri at keypa ognirnar hjá verjuni í Grønnedal. Hóast Kina ikki slapp upp í part tá, ávarar fregnartænastan hjá donsku verjuni framvegis ímóti, at Kina fær fótin fastan í Grønlandi. Kinesiska stjórnin hugsar langt fram í tíðina, tí hon vónar fáa atgongd til Arktis, bæði tá ið ræður um sjóvegis rutur og ríkidømi har, hóast Kina ikki er ein arktisk tjóð, stendur í frágreiðingini frá fregnartænastuni. Formaðurin í fregnartænastunevndini í umboðsmannatinginum, Adam Schiff, leggur løgmálaráðið undir at hava forðað fyri, at embætisfólk í fregnartænastuni kundu bera ein ákæru frá einum varskógvara víðari til kongressina um eitt møguligt samskifti millum Trump og ein útlendskan leiðara. Varskógvarin segði, at Trump hevði givið útlendska leiðaranum eitt lyfti, men einki verður sagt um, hvat málið snýr seg um. Washington Post bar tíðindi um málið mikudagin. Forsetin vísir skuldsetingunum aftur og sigur, at talan er um falstíðindi, fake news. Tá eg tosi í telefon við ein útlendskan leiðara, veit eg, at nógvar fregnartænastur lurta. Er nakar so býttur at halda, at eg fari at siga okkurt óhóskandi við ein útlendskan leiðara, tá eg veit, at nógv ferðsla er á telefonlinjuni, skrivar Donald Trump á Twitter. Á fundinum í fregnartænastunevndini í gjár segði ein umboðsmaður fyri fregnartænasturnar, Micheal Atkinson, at hann fekk ákæruna frá varskógvaranum 9. september. Hann helt, at hald var í skuldsetingunum, og at málið hevði skund, men fregnartænastuleiðarin, Joseph Maguire, helt ikki, at upplýsingarnar høvdu so stóran týdning, at tær áttu at verða lagdar fyri kongressina. Atkinson sigur, at Maguire seinni tosaði við løgmálaráðið, og hann mælti frá, at upplýsingarnar frá varskógvaranum vórðu sendar víðari til kongressina. Danski ráðharrin í umhvørvismálum, Lea Wermelin, setur ferð á kanningarnar, um fiskur og havumhvørvið eru ávirkað av, at útlát av lívfrøðiligum evnum frá Mærsk í fleiri ár er runnið í danska partin av Norðsjónum. Støða er tó ikki tikin til, hvør skal gera kanningina, men endamálið er at avdúka, um leiðingarnar hava ávirkað havumhvørvið og fiskastovnar. Vit fegnast um, at hetta verður sett í verk, so vit ikki ivast í, hvørjar avleiðingar útlátið hevur, sigur Jesper Juul Larsen, talsmaður fyri fiskimenninar, sambært DR. Boðini frá ráðharranum koma eftir sendingina í DR um, at Mærsk Oil hevur latið trý sløg av umhvørvisskaðiligum kemikalium út frá oljuboripallum frá 2005 til 2017. Mærsk Oil er síðani slet franska oljufelagnum, Total. Tvey av málunum endaðu við, at felagið fekk tilsamans hálva miljón í bót fyri at hava útlátið 100 tons av kemikalium. Triðja málið snýr seg um 80.000 tons av kemikaliinum Scavtreat, og løgreglan kannar í løtuni hetta málið, skrivar tíðindastovan Ritzau. Fleiri milliónir skúlabørn eru í verkfalli í dag kring allan heimin við kravi um, at heimsins stjórnir at seta tiltøk í verk, sum avmarka avleiðingarnar av veðurlagsbroytingunum. Tað er ikki bara skúlanæmingar, sum eru í verkfalli, men starvsfólk í summum av heimsins størstu fyritøkum og hjálparfelagsskapum eru eisini við í tiltakinum, skriva tíðindastovurnar. 16 ára gamla Greta Thunberg úr Svøríki, sum er kend um allan heim fyri síni sjónarmið í veðurlagsmálum, tók stig til veðurlagsverkføllini í fjør. Tey vóru vanliga hvønn fríggjadag, eisini í Føroyum. Hon er í løtuni á veðurlagsfundi í USA, har ungfólk um vikuskiftið fara at skifta orð um veðurlagsmál. Fundurin er á ST høvuðsborgini í New York upp undir ST aðalfundin, sum byrjar í næstu viku. Millum annað er ætlanin at gera fimm nýggjar sólkyknulundir í Danmark, sum kunnu framleiða 160 megawatt. Tað svarar til orkuna, sum 32.000 sethús, ið hava sóltekju, kunnu framleiða. Í fjør kunngjørdi Google, at fyritøkan fer at byggja eina datamiðstøð í Danmark fyri 4,5 milliardir krónur. Hon verður eftir ætlan liðug seinast í 2020. Umframt sólkyknulundirnar í Danmark ætlar Google at byggja lundir í Svøríki, Finnlandi og Belgia. Arbeitt verður eisini við verkætlanum í USA og Kili, sigur Google. Miðlafólk skifta orð um, hvønn leiklut miðlarnir høvdu í valstríðnum til løgtingsvalið. Var Kringvarpið ov stýrandi í vali av evnum, og hvar blivu veljararnir av. Og hvar blivu kvinnurnar av. The New York Times skrivar, at nýggju forsøgnirnar siga, at skaðiligu útlátini frá altjóða flogferðslu kunnu vaksa meira enn hálva aðru ferð skjótari, enn ST annars hevur mett. ST hevur í síni forsøgn sagt, at tey umleið 900 milliónir tonsini av CO2, sum flogferðslan dálkaði í 2018, verða trífaldað í 2050. Men nýggja kanningin sigur altso, at hugurin at ferðast veksur so nógv, at dálkingin fer at vaksa upp móti hálvaaðru ferð skjótari enn metingin hjá ST sigur. Trupulleikin við flogferðslu og veðurlagsbroytingum er verri enn nakar hevur hildið. Gamaní, gagnnýta nýggj flogfør orkuna betri nú, men alt hatta verður køvt av eftirspurninginum, sigur Brandon Graver, sum stóð á odda fyri nýggju kanningini, við The New York Times. Vælferðarlógin, sum hevur verið leingi á veg, kom ikki fyri tingið, áðrenn løgtingið fór í summarfrí, og datt tí burtur á ólavsøku. Í vár vóru fleiri, sum gjørdu vart við týdningin av vælferðarlóggávuni. Eitt nú Maud Vang Hansen, forkvinna í Heilafelagnum, Jógvan Philbrow formaður í Pedagogfelagnum, og Fía Petersen, leiðari í Javna. Vit mugu lata sorgina sleppa út, so at gleðin aftur kann sleppa út. Margit M. Baadsager ætlaði bara at skriva eina dagbók til systir sína, sum gjørdist álvarsliga sjúk. Men systirin doyði, og nú er bókin givin út. Bókin er persónlig, men hon er eisini vorðin almenn og snýr seg um familju sjúku, trúgv, lívsinnihald, skemt, sorg og vón, sum onnur kunnu kenna seg aftur í. Hoyr samrøðuna við Margit M. Baadsager greiða frá bókini, sum Jógvan Isaksen bókmentafrøðingur eisini ummælir. Fyri nøkrum døgum síðani hálaði Jákup Sumberg, kokkur, í handbremsuna í matbilinum, Brioche Pop up, har hann og nøkur starvsfólk hava hava arbeitt síðani mai. Nú vil hann royna nýggjar leiðir, men hann verður framvegis flytførur. Hoyr samrøðuna við Jákup Sumberg her Stóra steypafinaluvikuskiftið verður nú. Onkrar finalur hjá yngru liðunum eru longu spældar. Í kvøld eru tvær finalur á skránni, og í morgin eru fimm finalur á skránni. Steypafinalurnar hjá kvinnum og monnum verða spældar í morgin. Hjá kvinnum hittast EB Streymur Skála og HB, og hjá monnum spæla Víkingur og HB. Kringvarpið ger nógv burtur úr og sendir finalurnar beinleiðis í sjónvarpi og útvarpi. Í útvarpinum byrja vit at senda klokkan 16.00 og í sjónvarpinum klokkan 16.15. Ein sending við kristiligum tónleiki og práti av alskyns slagi. Sendingin er livandi, og ein sýnisgluggi inn í kristna tónleikaheimin. Lurtarin kann eisini ynskja sær eitt lag, tí sendingin verður sum oftast send beinleiðis. Stórur, fyri ikki at siga ovurhonds stórur, áhugi er fyri konsertunum hjá Týr og Føroya symfoniorkestri í Norðurlandahúsinum 7. og 8.februar næsta ár. Spenta støðan millum USA og Iran stendur við og versnar. Amerikanski forsetin, Donald Trump, boðaði á tíðindafundi í dag frá, at USA hevur sett í verk tiltøk ímóti iranska tjóðbankanum. Hetta hendir slaka viku eftir atsóknina móti tveimum oljureinsi verkum í Saudiarabia. USA og Saudiarabia leggja Iran undir at hava skipað atsóknina. Trump í dag hevur ikki fleiri upplýsingar um tiltøkini, annað enn, at talan er um harðastu tiltøk, sum nakrantíð eru sett í verk ímóti einum landi, skrivar tíðindastovan, AFP. Spurdur, um talan er um hernaðarliga atsókn móti Iran, svaraði Trump, at USA er altíð tilreiðar, og at hernaðarligar handlingar altíð eru ein møguleiki. Iran sýtir fyri at hava nakað við atsóknina 14. september at gera. Álopini skakaðu allan oljuídnaðin í heiminum. Tað skrivar AFP tíðindastovan. Á tíðindafundi mikudagin segði talsmaðurin fyri saudiarabiska verjumálaráðið, Turki al Maliki, at Iran og iranski herurin skipaðu atsóknina. Álopini komu norðaneftir og uttan iva við stuðli úr Iran. Prógvini hava tit frammanfyri tykkum, segði Maliki við Al Jazzera, og peikaði á vraklutir frá rakettum, sum sambært Saudiarabia prógva, at Iran var við í atsóknini seinasta leygardag. Foreldur skulu nú hava møguleikan at fáa pengar fyri at ansa sínum egnum børnum. Tað ætlar nýggja samgongan. Hetta er ein vanlukkan fyri bæði børnini og dagstovnarnar, ávarar Pedagogfelagið. Av tí sama verður tað ikki talan um at loyva fiskiskap aftur á bankanum. Tað sigur fiskifrøðingur á Havstovuni í samband við eina yvirlitstroling hjá havrannsókarskipinum, Magnusi Heinasyni. Lis Mortensen er náttúrulandafrøðingur og hevur starvast á Jarðfeingi, áður Jarðfrøðisavninum, síðani 1990, frá 1994 í fø st um starvi. Hon hevur í sínum arbeiði verið sera virkin og áhaldandi í miðling av gransking til almenning, bæði av egnari gransking og av gransking sum heild. Í innslagnum verður sagt, at Lis Mortensen er náttúrujarðfrøðingur. Tað er ikki rætt. Lis Mortensen er náttúrulandafrøðingur. Haldið okkum til góðar. Playlistin í hesi fyrstu sendingini J.D.K. Jenný, Dánjal, Kristoffur Find You The Faim Summer Is a Curse Snoop Dogg Countdown Regard Ride It Brockhampton No Halo The Big Moon Your Light Lana Del Rey Doin Time Korn You ll Never Find Me Belle og Sebastian Safety Valve Post Malone A Thousand Bad Times Specktors, Nonsens Unz Unz Kim Petras Icy Leygardagin 13. september var árliga Slaktið í Tórsgøtu í Havn. Fyrireikararnir løgdu nógv fyri í ár og høvdu fingið ein heilan tarvskálv at grilla. Umframt hetta varð ein kúgv flett í Tórsgøtu. Endamálið við Slaktinum er at varpa ljós á kjøt frá landbúnaðinum. Vanliga verða tarvskálvar avlívaðir og burturbeindir. Slaktið er ein roynd at varpa ljós á føroyskar landbúnaðarvørur, sigur Sigert Patursson, bóndi, sum leggur afturat, at føroyskt neytakjøt er eins gott og alt annað kjøt. Tað er Sigert sjálvur, sum hevur latið Slaktinum hendan tarvskálvin at grilla. Vikuskiftissendingin var á gátt hjá fyrireikingarbólkinum, sum umframt tveir bóndur telur brandmenn og aðrar fyriskiparar. Tað verða brandmenn, sum koma at syrgja fyri, at brunatrygdin verður hildin. Við í innslagnum vóru Sigurd Lamhauge, fyriskipari, Sigert Patursson, bóndi, Páll Djóni av Steinum, bóndi Levi Hansen fyriskipari og Tummas Pauli Juul, sløkkiliðsmaður Tann 11. september hevði blaðið The Guardian eina grein, sum varpaði nýtt ljós á, hvussu The Beatles fór í søguna og talan er um avgerandi vitan, sum broytir okkara fatan av søguni um heimsins størsta rockbólk nakrantíð. Vanliga fatanin higartil hevur verið, at limirnir í bólkinum vóru á einum máli um, at teir skuldu fara hvør til sítt eftir, at ter høvdu upptikið tónleikin til útgávuna Abbey Road. Men í greinini vísir søgufrøðingurin Mark Lewisohn á eitt band, sum hann hevur fingið hendur á. Á hesum bandi eru upptøkur av samrøðum millum John Lennon, Paul McCartney og George Harrison. Orsøkin til, at teir hava tikið bandið upp, er, at Ringo Starr liggur á sjúkrahúsi til kanningar og tískil ikki kann vera við til at leggja ráð saman við hinum limunum. Og teir eru ikki ørindaleysir teir hava nevniliga ætlan um at gera enn eina útgávu eftir Abbey Road. Fyri beatleskennarar er hetta stórtíðindi og ikki bara fyri kennarar, tí The Beatles er størsti rockbólkur, sum nakrantíð hevur verið, og tí hevur nýggja vitanin uppiborið støði sum almenn vitan. Hoyr Knút Háberg Eysturstein meta um hesi nýggju tíðindi, umframt at hann tekur samanum søguna um bólkin og viðurskiftini rundan um síðstu tíðina hjá beatlunum. Vit koma nærri spælarunum á svenska fótbóltslandsliðnum, aftur um leiktjøldini. Í røðini síggja vit, hvussu gott samanhaldið í roynd og veru er. Okkurt um 1000 føroyingar eru úti í náttúruni og rudda í góðveðrinum ídag. Tað metir Ása Jóhanna Pólsdóttir, sum er ein av høvuðssamskiparunum í Rudda Føroyar verkætlanini. Rudda Føroyar er partur av einum altjóða ruddingardegi, sum fer fram samstundis í nógvum av heimsins londum. Í fjør ruddaðu útvið 18 milliónir fólk í tilsamans 157 londum. Í fjør var eisini fyrsta árið, at Føroyar vóru við í hesum altjóða ruddingardegi, og tá ruddaðu føroyingar tilsamans 22 tons av burturkasti úr náttúruni. Rudda Føroyar átakið hevur samskiparar á flestu støðum. Men til ber eisini at rudda í grannaløgum og aðrastaðni, hóast eingin samskipari er settur fyri júst tað økið. Ása Jóhanna Pólsdóttir heitir tó á fólk um kortini at skráseta seg á heimasíðuni, soleiðis at Rudda Føroyar átakið fær eitt so neyvt yvirlit sum tilber. Eftir stóra ruddingardagin í dag fara fólk frá Rudda Føroyar átakinum at draga samanum og gera upp, hvussu nógv burturkast er ruddað úr føroysku náttúruni á hesum sinni. Veðurlagsbroytingar ávirka ikki bara fiskin í sjónum. Tá hitin økist, hevur hetta eisini stóra ávirkan á fuglalívið. Tað sigur Sjúrður Hammer, fuglafrøðingur, sum eftirlýsir eina náttúrumargfeldislóg sum skjótast. Kanningar vísa, at so hvørt sum hitin økist rýma fleiri fuglasløg longur norðureftir, og onnur koma ístaðin. Sambært Sjúrði Hammer er avleiðingin, at fuglastovnarnir gerast færri í tali. Fyri at forða fyri, at veðurlags og aðrar náttúrubroytingar ikki gera størri skaða enn neyðugt, eiga vit at fáa samtykt eina náttúrumargfeldislóg, sigur Sjúrður Hammer. Í vár legði Sirið Stenberg, táverandi landsstýriskvinna í umhvørvismálum, uppskot til náttúrumargfeldislóg fyri løgtingið. Lógaruppskotið var tó ikki liðugt viðgjørt, tá tingið fór í summarfrí 3. mai, og fall tí burtur. Helgi Abrahamsen, sum nú er landsstýrismaður í umhvørvismálum, ætlar sær at bera lógaruppskotið um náttúrumargfeldislóg aftur í løgtingið. Fyrst skulu tó nakrar broytingar gerast í uppskotinum, soleiðis at samgongan er samd um tað, ið verður lagt fyri tingið, sigur Helgi Abrahamsen. Prísurin á laksi er lækkaður nógv seinastu tríggjar mánaðirnar. Í Norra fór prísurin í gjár niður um 40 norskar krónur fyri kilo, og er nú undir framleiðslukostnaðinum fleiri staðni. Í juli var prísurin omanfyri 60 krónur fyri kilo. Í Føroyum er prísurin ikki lækkaður so nógv sum í Norra, men hann er eisini væl lægri nú, enn hann var í summar, sigur Atli Gregersen. Stjórin í Luna metir orsøkina til stóru príslækkingina vera, at óvanliga nógvur laksur er á marknaðinum. Lækkandi laksaprísurin kann eisini fáa stóra ávirkan á inntøkur landskassans. Sambært fíggjarlógini fyri 2019 roknar landskassin við at fáa 164 milliónir krónur í tøkugjaldi frá alivinnuni í ár. Eftir lógarbroytingina, sum varð samtykt í desember í fjør, rindar alivinnan fimm prosent í tøkugjaldi, tá laksaprísurin er omanfyri 36 krónur kilo. Her er talan um danskar krónur. Tá prísurin er millum 36 og 32 krónur kilo er tøkugjaldið 2,5 prosent, og fer prísurin niðurum 32 krónur kilo, fer tøkugjaldið niður í 0,5 prosent. Kontrasykliski buffarasatsurin er kravið um, hvussu nógvar pengar, peningastovnar skulu hava at standa ímótí við. Krøvini verða ásett eftir, hvussu fíggjarliga menningin er. Vinnumálaráðharrin ásetur kontrasykliskar buffarasatsir fyri hvønn ársfjóðing. Krøvini komu eftir fíggjarkreppuna í 2008. Tey eru eitt av nógvum tiltøkum, sum skulu gera fíggjargeiran sterkari. Endamálið við kontrasykliska buffarasatsinum er at minka realfíggjarligu afturgongdina, sum kemur, tá óvanliga herd krøv um kreditt verða sett húsarhaldum og fyritøkum, tí fíggjargeirin er illa sperdur. Deknur Herman Andreasson, klokkari Eyðfinn Magnussen, urguleikari Hanus Joensen, solosangur Beinta Atladóttir, sylgispæl Atli Olsen, prestur Bergur Debes Joensen, tøkningur var Kári Annand Berg. Hetta er fyri at lúka lógarásett krøv frá klassanum, so skipið kann vera í sigling. Men 26 milliónir krónur eru ov lítið sambært tilboðnum frá donsku skipasmiðjuni. Strandfaraskip landins upplýsa, at dokkingin fer at kosta 29,5 milliónir krónur. Um krøvini frá klassanum ikki verða fylgd, kann Smyril verða lagdur, til krøvini eru fylgd. Pengarnir, 29,5 milliónir krónur, fara til sjálva dokkingina, tað er at gera neyðugar umvælingar og neyðugt viðlíkahald, og til at leiga avloysaraskip fyri Smyril. Jørgen Niclasen sigur, at hann fer at biðja løgtingið um frávik frá tíðarfreistunum, so uppskotið um eykajáttanina kann avgreiðast í morgin. Hitt uppskotið um eykajáttanarlóg, tað stóra, kemur um eina viku, helst sama dagin, sum uppskotið um fíggarlóg fyri 2020 verður lagt fram. Tað verður mánadagin 30. september. Landsstýrið hevur ikki gjørt nýtt uppskot um fíggjarlóg, men hevur framskrivað fíggjarlógina fyri 2019. Tá Útnorðurráðið skipaði seg í farnu viku, var semja um, at Henrik Old í javnaðarflokkinum verður formaður og Edva Jacobsen í Sambandsflokkinum verður næstforkvinna og limur í arktiska bólkinum í Útnorðurráðnum. Avtala varð eisini gjørd um, at formaðurin og næstforkvinnan býta um sess um tvey ár, so Edva Jacobsen verður forkvinna og Henrik Old næstformaður. Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi hava eisini gjørt semju um slíkt býti í tveimum tingnevndum. Andstøðan hevur meirilutan í Vinnnunevndini og Menanarnevndini hjá løgtinginum. Bjørt Samuelsen heldur fram sum forkvinna í Vinnunevndini í tvey ár. Síðani tekur Javnaðarflokkurin við. Javnaðarflokkurin hevur tveir limir í Vinnunevndini, teir eru Bjarni Hammer og Henrik Old. Í Mentanarnevndini er Djóni Nolsøe Joensen í Javnaðarflokkinum tann fyrri formaðurin. Beinta Løwe í Tjóðveldi tekur síðani við um tey ár. Landsstýriskvinnan í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, segði við útvarpið fríggjadagin, at ein av hennara fyrstu uppgávum sum landsstýriskvinna verður at endurskoða lógaruppskotið, so tað kann leggjast framaftur sum skjótast. Havrannsóknarskipið verður gjørt liðugt, meðan tað liggur við bryggju á Skála, og tað skal eftir ætlan verða liðugt og latast landsstýrinum næsta summar. Hann heldur, at danskir politikarar eiga at hava áhuga fyri, at bæði Føroyar og Grønland kenna seg væl í ríkisfelagsskapinum og fáa hóskandi rásarúm í felagsskapinum. Fara Føroyar og Grønland úr ríkisfelagsskapinum, verður Danmark eitt lítið land í heimssamfelagnum og lítið áhugavert í altjóða politiskum høpi, sigur løgmaður í samrøðuni við altinget.dk Herfyri boðaði amerikanski forsetin, Donald Trump, frá, at USA hevði hug at keypa Grønland, sum liggur væl fyri strategiskt, tá hugsað verður um Arktis. Hendan skipanin gevur Føroyum og Grønlandi møguleika at reka egnan uttanríkispolitikk í ávísan mun, men trupulleikin er, at skipanin bindur Føroyar og Grønland saman, og tí kunnu londini ikki tala við hvør sínari rødd, hóast tey eru ósamd. Við góðum og konstruktivum samskifti fer vónandi at bera til at broyta ella víðka DFG skipanina, so vit fáa møguleika at gera avtalur, sum bara umfata Føroyar, sigur Bárður á Steig Nielsen við altinget.dk Løgmaður heldur eisini, at tað skal verða lættari hjá útlendingum at arbeiða í Føroyum. Arbeiðsloysið er lítið og einki, og tørvurin á arbeiðsmegi hevur avleiðingar, sigur hann. Støðan elvir til trongar og lønartrýst. Fara lønirnar á glið, verður eisini galið við búskapinum. Tí hava vit ætlanir um at lata upp fyri møguleikanum, at uppaftur fleiri útlendingar kom til Føroya at arbeiða, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í samrøðuni við altinget.dk Finalan um løgmanssteypið millum B36 og HB í fjør fór í søgubøkurnar, sum einn tann mest spennandi steypafinalan í føroyskari fótbóltssøgu. Avloysaraskipið, Prince, fór av Krambatanga til Havnar klokkan sjey í morgun. Tá Prince fór av Krambatanga í gjárkvøldið, vóru nógv ferðafólk eftir á Krambatanga, tí pláss var ikki fyri teimum umborð. Nógvur farmur er at flyta á Suðuroyarleiðini, og hann kemur framum ferðafólkini. Ferðafólkatalið kundi verið 650, men so kann skipið flyta minni farm. Ein onnur orsøk til ferðafólkatalið er tann, at Prince er ikki bygdur til at sigla á okkara leiðum. Tað er Smyril, siga Strandfaraskip landsins. Einki annað skip enn Prince fekst til at avloysa Smyril, sigur Strandferðslan eisini. Prince skuldi fara av Havnini í gjárkvøldið klokkan 20. Men klokkan var farin av 21, tá skipið fór. Tá Smyril fór suður fríggjakvøldið, vóru nógv meira enn 365 ferðafólk við. Avbjóðingin hjá Prince er tí suður fríggjakvøld og norður sunnukvøld. Stóra bretska ferðavinnufyritøkan Thomas Cook er farin á húsagang. Boðini komu í nátt, og bretsku loftferðslumyndugleikarnir, Civil Aviation Authority, hava váttað tíðindini. Bankarnir kravdu felagið eftir 200 milliónum pundum, ella umleið 1,7 milliardum krónum í okkara peningi, fyri at tryggja framtíðarraktsturin hjá felagnum. Felagið megnaði ikki at tryggja peningin, og tí er Thomas Cook nú farið á húsagang. Partaeigarar og kreditorar høvdu fund um støðuna í gjár. Leingi hava ábendingar verið um, at fyritøkan fór at finna eina bjargingarætlan, sum kinesiski íleggjarin, Fosun Tourism Group, saman við bankunum, hevur gjørt, og partarnir skuldu taka við leiðsluni í fyritøkuni bæði innan ferðavinnu og flogferðslu. Men tað eydnaðist ikki. 22.000 fólk starvast hjá Thomas Cook. Av teimum eru 9.000 í Bretlandi. Fyritøkan samstarvar við 3.000 gistingarhús um allan heimin. Mett er, at ferðavinnufyritøkan, Thomas Cook, hevur 600.000 gestir á ferð í løtuni. Anders Fogh Jensen er filosoffur. Hann sigur frá pseudoarbeiði , arbeiði sum er óneyðugt. Hann heldur at vit hava fingið slíkan skund við at gera onki. Tað gevur meiningsloysi og strongd. Jóhan Dam úr Kunoy fór út at sigla sum stýrimaður við farmaskipi í 1973. Leiðin gekk til Bahamaoyggjarnar eystan fyri Florida og norðan fyri Kuba. Har hitti hann gentuna, sum hann giftist við árið eftir. Tey búsettust í Marsh Harbor nakað norðan fyri høvuðsstaðin Nassau. Har arbeiddi Jóhan í 25 ár á eini fruktplantasju, ið seldi nógv til USA. Seinni hevur hann koyrt skúlabørn og havt nakrar tímar á lokala flogvøllinum. Jóhan og konan eiga trý børn, tvey eru apotekarar og ein er fíggjarfrøðingur. Ein sonur býr í Nassau, dóttirin og ein annar sonur búgva í Florida. Jóhan hevur verið ofta heima hesi 45 árini, hann hevur verið búsettur á Bahamaoyggjunum. Eftir seinna heimsbardaga var stórt trot á sjúkrarøktafrøðingum, og tí varð samtykt eftir nógv kjak og drúgvar samráðingar, at menn eisini kundu lesa sjúkrarøktafrøði. Ein vetrarmorgun í 1951 byrjaðu teir fyrstu mannligu næmingarnir á Ríkissjúkrahúsinum. Millum hesar ungu menninar, var ein føroyingur, nevnliga tann tá 19 ára gamli Axel Johannesen. Í eysturbýnum í Havn er nýtt vakstrarhús undir bygging. Endamálið er at dyrka grønmeti til egið brúk. Meginparturin av arbeiðinum er sjálvboðið, men eigarafelagið fekk 10. mai handað 75.000 krónur í umhvørvisstuðli frá Tórshavnar kommunu. Tann penningurin er millum annað nýttur til at planera økið, har vakstrarhúsið skal standa. Ætlanin er at vakstrarhúsið, sum verður 120 fermetrar til støddar, skal vera klárt at brúka komandi vár. Hilda Viderø úr Klaksvík hevur í fleiri enn 30 ár arbeitt við hjálpararbeiði uttanlands. Fyri góðum ári síðan stovnaði hon sín egna hjálparfelagsskap undir heitinum Mirjam, ið er ein felaskapur, sum hjálpir kvinnum í Afrika við íverksetan. Tær fáa eina upphædd frá felagsskapinum fyri at koma í gongd, og um tær prógva í verki, at tær eru arbeiðssamar, verða tær hjálptar við víðari menning av sínum virksemi. Vit hava hitt Hildu, sum í løtuni er í Kenya, har fleiri av kvinnunum búgva, ið hon hjálpir. Hoyr Hildu greiða frá. Føroysk skótahjálp er eitt átak, har frísk og ferðug børn stuðla og hjálpa neyðstøddum, sjúkum og illa støddum børnum og ungum í Føroyum og uttanlands við pengum, sum á hvørjum ári eru savnaðir við arbeiði ella á annan hátt. Hetta eru kropsligar venjingar framdar av fysioterapeutum og eru ætlaðar børnum í aldrinum umleið 6 mánaðir 18 ár sum hava cerebrala paresu. Venjingarnar eru á tí støði, har barnið er, soleiðis at man fær stimbrað barnið til at vera luttakandi í venjingunum. Eftir besta førimuni verður miðjað ímóti, at barnið ger venjingarnar sjálvstøðugt, og tey verða tí býtt sundur í smærri bólkar eftir aldri og støði. Stuðulin frá skótahjálpini verður brúktur til útgerð, sum skal vera við til at gera venjingarnar aldurssvarandi og stuttligar, so børnini læra ígjøgnum spæl. Venjingarnar fara fram á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Evropiska skótasambandið, FOSE, hevur fleiri skótaverkætlanir, sum eru menningarætlanir fyri skótar og umhvørvi teirra í økjum, har pengarnir eru smáir. Føroyska skótahjálpin hjálpir í ár verkæltanini ROOF Real Opportunity for Our Future í Serbia, í økinum Bela Palanka. Skótavirksemi hevur verið har í nógv ár, men útbúnaðurin er sera slitin og hevur tørv á størri ábøtum. Skótarnir í økinum gera týðandi arbeiði fyri børn og ung, við at geva teimum góðar náttúruupplivingar og ígjørnum skótaarbeiðið menna tey til at gerast góðir borgarar. Innkomni peningurin fer til nýtt tak á skótahúsið. Skótar hjálpa eisini hvørjum øðrum. Betru kortini lógu hjá Bárði Nielsen undir samgongusamráðingunum og tí mátti Jørgen Niclasen sleppa ætlanunum um at gerast løgmaður. Hann hevur tó fingið næstbesta sessin, heldur hann sjálvur. Hann kom í tingið fyri Anniku Olsen, sum hevur boðað frá, at so leingi hon er borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, verður hon ikki tingkvinna. Næsti maður á listanum, Ragnar Ludvig, boðaði frá, at hann kundi ikki koma í tingið í dag, og so var Rani Andrasson Skaalum næstur. Løgtingið viðger í dag uppskotið hjá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, um eykajáttan til Smyril, sum er farin í dokk á Lindø skipasmiðjuni í Danmark. Biðið er um 3,5 milliónir krónur í eykajáttan. Sambært Strandferðsluni skulu brúkast 29,5 milliónir krónur fyri at fylgja øllum krøvum frá klassanum. Tingfólk í andstøðuni vístu á, at eykajáttanin átti at verið útreiðslunoytral. Uppskotið er nú í Fíggjarnevndini, sum eisini fer at tosa um Prince, sum avloysir Smyril. Løgtingið samtykti einmælt at geva frávik frá tíðarfreistunum á øllum viðgerðarstigum, so uppskotið um eykajáttan verður avgreidd í dag. Tað kann raka nakrar føroyingar, at bretska ferðaskrivstovan, Thomas Cook, er farin á húsagang tí Thomas Cook eigur donsku ferðaskrivstovuna Spies Rejser, sum 62 Norður samstarvar við. Nakrir føroyingar eru millum tey, sum hava keypt ferð frá Spies Rejser, og tey kunnu rokna við, at ferðin verður avlýst. Men Rejsegarantifonden tryggjar, at tey fáa peningin aftur. Tað sama er ikki galdandi fyri flogferðina millum Føroyar og Danmark, men um rætt verður borið at, eru teir pengarnir heldur ikki mistir, sigur Bergur Thomsen, stjóri í 62 Norður. Bretskir miðlar skriva, at 600.000 ferðafólk eru strandað ymsastaðni kring heimin, og bretska stjórnin hevur sett sær fyri, at fáa teir 150.000 bretarnar aftur til hús. Talan er um størsta flutningsátakið síðani seinna heimsbardaga, og fer at kosta bretska samfelagnum 600 milliónir pund, svarandi til umleið 5,1 milliard krónur. Talan er ikki um nógvar føroyingar, ið merkja støðuna, sigur Bergur Thomsen, stjóri í ferðaskrivstovuni, 62 Norður, í samrøðu við útvarpið. Fólk, sum eru rakt av støðuni, kunnu tosa við 62 Norð, fyri at fáa greiðu á sínum viðurskiftum, sigur Bergur Thomsen, stjóri í 62 Norður. Fyri løtu síðani ljóðaði, at Spies Rejser kanska ikki er farið á húsagang, hóast móðurfelagið, Thomas Cook, er givið við sínum virksemi. Men tað er ikki greitt enn. Men enn vita tey ikki, hvat tað er, sum ger hesa sjúkuna, og um hon smittar. Men listin yvir smittur, sum ikki hava samband við hesa smittuna, gerst alsamt longri. Sjúkan er ikki staðfest í øðrum Norðurlondum. Seinastu tølini úr Noregi vísa, at 173 hundar hava havt sjúkueyðkennini við ringum leysum lívi, og 43 av hesum hundum eru deyðir av sjúkuni. Hundaeigarar í Føroyum, ið hava fingið hund úr útlondum, verða ávaraðir, og skulu vísa varsemi. Tilmælið til hundaeigarar sæst á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Boris Johnson vildi ikki vísa aftur møguleikan at brúka bretska hermegi í Persaraflógvanum, men segði at handilstiltøk er eisini ein møguleiki. Frammanundan hava USA og Saudiarabia skuldsett Iran fyri at hava framt álopið, og USA hevur sent amerikanskar hermenn til Saudiarabia. Boris Johnson segði, at bretska stjórnin fer at arbeiða saman við USA og evropeiskum londum og svara aftur við eini roynd at minka um spenningin í Persara flógvanum. Houthi uppreistrarmenn í Yemen tóku ábyrgdina eftir álopið 14. september, men av stjórnarskrivstovunum í London verður sagt, at tað er púra ósannlíkt, at uppreistrarherurin skal hava førleika at fremja eitt so stórt álop. Boris Johnson tosaði við fjølmiðlar, áðrenn hann fór á fund við iranska forsetan, Hassan Rouhani, í New York, har ST aðalfundur er. Á fundinum við Hassan Rouhani segði bretski forsætisráðharrin seg eisini fara at taka málið upp um eina bretsk iranska kvinnu, Nazanin Zaghari Ratcliffe, ið situr fongslað í Teheran. Borðan, har tann stóri Nólsoyarvitin er, kundi tann tíð tað var sammetast við eina lítla bygd. Tríggir mans passaðu vitan og har búðu eisini familjur teirra. Sostatt eru nógv børn uppvaksin og hava gingið í skúla á Borðuni. Vit eru á Borðuni við tyrlu og við eru fýra fólk, sum eru uppvaksin her og hava nógv góð minnir higani. Tey eru systkini Hákun Thorkildshøj, Kitty Johansen og Katrin Thorkildshøj Danielsen, sum vóru triðja ættarlið á Borðuni. Hans Petur Kjærbo, sum er økisvitapassari og er regluliga á Borðuni, er sannførdur um, at vitin og húsini sum hoyra til vitan eru størsta bygningsverk í Føroyum. Alt er laðað vakurt úr stórum gróti, ið er komið úr jørðini omanfyri vitan. Uppgávan var á útivølli móti TB, sum ikki hevur vunnið síðani 4. august. Tað gjørdu teir heldur ikki í móti NSÍ, sum fór heim aftur við øllum. Hetta er triðja árið upp í slag, at EB Streymur Skála og HB hittast í finaluni. Undanfarnu árini hevur EB Streymur Skála vunnið, men í ár var tað altso HB, sum vann sannførandi. Um vikuskiftið hava Føroyar kappast í Norðurevropeisku meistaraheitunum í amboðsfimleiki í Íslandi. Føroysku ítróttarfólkini høvdu sett sær sum mál at røkka finalunum og tað eydnaðist hjá fleiri teirra. Undanfarnu tvey árini var felagsliðið farið avstað við sigrinum, men hesferð var HB nógv betra liðið og vann eisini ein tryggan sigur. Prince, sum avloysir Smyril á farleiðini um Suðurpuarfjørð, er klassaður í Italia, og har ber ikki til at skifta klassa frá degi til dags. Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at arbeitt verður við einari loysn, so Prince tann taka fleiri ferðafólk enn tey 365, sum italski klassin hevur ásett. Tá metoo eksploderaði í sosialu miðlunum komu siðbundnu miðlarnir skjótt við. Smálutir og nógv nøvn vórðu almannakunngjørd, men gjørdu miðlarnir rætt Frammanundan hevði ST aðalskrivarin sett tað treyt, at tey, sum fingu orðið, skuldu kunna boða frá, hvat land teirra gjørdi fyri at minka um CO2 útlátið. Hetta er púra skeivt. Eg átti ikki at staðið her, segði Greta Thunberg. Eg átti at gingið í skúla hinumegin Atlantshavið, tó tit koma til okkum ungu eftir vón. At tit vága tykkum. Tit hava stolið mínar dreymar og barndóm mín við tykkara tómu orðum. Og tó eri eg ein av teimum hepnu. Fólk pínast og doyggja, tí heilar vistskipanir fara um koll. Náttúran hevur hóptýning í væntu, og alt tit tosa um eru pengar og ævintýrkendar søgur um búskaparvøkstur. Hvat hugsa tit fyri tykkum, spurdi Greta Thunberg millum annað á veðurlagstoppfuninum í New York. Vit eiga at lurta eftir skúlanæmingum sum Gretu Thunberg, segði Brian Hoskins, professari í veðurlagsfrøði á veðurlagstoppfundinum. Talan er um eina neyðstøðu, segði hann, tí CO2 útlátið má minka niður í einki sum skjótast, og vit mugu laga okkum til tað, ið ikki slepst undan at veðurlagið broytist. Alheims veðurlagsstovnurin WMO sigur, at mongdin av vakstrarhúsgassum er vaksin 20 prosent í tíðarskeiðnum frá 2015 til 19 samanborið við undanfarnu fimm árini. Størsti andstøduflokkurin í Bretlandi, Labour, hevdi floksfund í gjár, har støda millum annað skuldi takast til spurningin, hvørja strategi, flokkurin skal velja viðvíkjandi brexit ein spurningur, sum stór ósemja er um innanhýsis í flokkinum. Fleiri limir í Labour mæla til, at flokkurin skal stríðast fyri, at Bretland verður verðandi í ES, men formaðurin í flokkinum, Jeremy Corbyn, hevur hildið seg neutralan. Corbyn vil bíða, til val verður aftur í Bretlandi, og síðani taka støðu til spurningin um ES. Á floksfundinum í Brighton í gjár vann vongurin hjá Corbyn, hóast ivi var um atkvøðugreiðsluna. Limirnir í Labour atkvøddu í móti uppskotinum um, at arbeiða fyri nýggjari fólkaatkvøðu og skipa átøk fyri at Bretland skal verða í ES. Labour, sum í skjótt 10 ár ikki hevur sitið í stjórn, vónar, at kunna brúka ruðuleikan um brexit til egnan fyrimun á valinum, sum kann verða seinni í ár. Varna linjan hjá Corbyn er grundað á eisini at taka atlit at veljarunum, sum atkvøddu fyri brexit. Málið hjá Corbyn er í fyrstu atløgu at vinna valið, og síðani at samráðast um nýggja skilnaðaravtalu við ES. Og eftir tað skjýtur Jeremy Corbyn upp, at fólkaatkvøða verður, har fólkið skal velja millum skilnaðaravtaluna hjá Labour ella at verða verandi í ES. Corbyn sjálvur hevur sjálvur ikki alment sagt, hvørja støðu hann hevur til hesar báðar spurningarnar. Bretland fer eftir ætlan úr ES 31. oktober. Hægstirættur í Bretlandi skal fyrrapartin taka støðu til, um avgerðin hjá Boris Johnson, forsetisráðharra, at senda tingið til hús, er í stríð við lógina. Verður niðurstøðan, at forsetisráðharrin handlaði uttan lógarheimild, kann parlamentið verða kallað saman aftur beinanvegin, skrivar bretska kringvarpið, BBC. Stjórnin í Bretlandi sigur, at hon fer at virða niðurstøðuna hjá hægstarætti. Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, er í løtuni á veðurlagsráðstevnu New York. Boris Johnson vil ikki útihýsa møguleikanum fyri, at hann fer at gera enn eina roynd at enda tingsetuna, um úrskurðurin hjá hægstarætti ikki fellur í hansara lut. Tá felagsskapurin UK Roundabout Appreciation Society valdi ársins rundkoyring, var tað hon, ið er á vegamótinum Landavegur, Heygsvegur, Íslandsvegur, ið vann. Pól Adrian Poulsen sigur, at hann bleiv ógvuliga bilsin, og ikki minst fegin, tá hann frætti um heiðurin, sum rundkoyringin hevur fingið. Vanliga kann Teistin taka útivið 100 tons av farmi, umframt ferðafólk. Men frá 1. oktober verður nøgdin av farmi minkað niður í góð 60 tons hvønn túrin. Tað er eftir eini innanhýsis bókingarskipan hjá Strandferðsluni, at manningin í hvørjum einstøkum føri ger av, hvussu nógvan farm skipið kann hava við. Stórt trýst er á leiðini um Skopunarfjørð, tí har er nógv virksemi, bæði av Sandoyartunlinum, sum er í gerð og flutningi av fiski til virkið í Skopun. Tí kemur illa við, at treytirnar fyri at flyta vøru um fjørðin verða herdar. Tá talan er um bilar, sum skulu við sementi í oynna, viga teir upp í 40 tons, og trailarar, sum skulu við fiski í oynna, viga nakað tað sama. Broyttu treytirnar hava við sær, at bara ein slíkur stórur bilur sleppur við Teistanum, uttan so at manningin heldur tað vera ráðiligt. Strandferðslan hevur boðað tunnilsfelagnum frá avgerðini, fyri at fáa felagið at laga seg eftir flutningskrøvunum í Sandoynna, so bilar við sementi fara at nýta farleiðina, tá minni er at flyta, heldur enn tá mest trýst er á farleiðini. Hans Johannes á Brúgv, stjóri í Skipaeftirlitinum, sigur, at talan ikki er um eitt nýtt krav og heldur ikki nakað nýtt krav frá klassanum. Fleiri vælkendar søgur eru um Vitello, og fleiri søgur hava vit hoyrt í Barnaútvarpinum. Nú ber til at fara til sjónleik og síggja Vitello og øll hini, sum eru við í søgunum. Tað er niðurstøðan hjá hægstarætti í Bretlandi, ið stutt fyri døgurða okkara tíð kom við síni niðurstøðu í málinum, hvørt Boris Johnson hevði heimild at senda tingið til hús. Hægstirættur í Stórabretlandi dømdi fyri løtu síðan, at Boris Johnson, forsætisráðharri, handlaði uttan lógarheimild, tá hann sendi tingið til hús fyrst í hesum mánaðinum. Tað var tann 8. september, at bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, fekk heimild frá drotningini í Bretlandi, at senda parlamentið í landinum til hús. Fleiri parlamentslimir, bæði í andstøðuni og í Konservativa flokkinum, mótmæltu, at parlamentið varð sent til hús fáar dagar eftir, at tingsetan byrjaði. Oddbjørn Joensen og Tróndur Arge umrøða finaluna um Løgmanssteypið, práta um Betri Deildina og so var VAR á breddanum aftur, ikki fyri tað góða. Eisini práta vit við Sámal Erik Hentze, venjara hjá Víkingi, og Rasmus Nolsøe, hjálparvenjara hjá HB. Hetta er fyrsta standmynd av navnnevndari kvinnu í Føroyum. Tað er Klaksvíkar kommuna, sum saman við Norðoya Sparikassa, ið hava tikið stig til standmyndina, eftir uppskoti frá Edwardi Fuglø, listamanni. Hans Pauli Olsen, myndahøggari hevur gjørt standmyndina. Elinborg L Lützen varð fødd í Klaksvík 26. juli 1919 og andaðist 22. november 1995. Hon var fyrsti og leingi einasti grafikarin í Føroyum. Foreldur hennara vóru Andrias Christian L Lützen, keypmaður 1875 1941 og Hanne Joline Niclasen 1884 1957 . Systkini vóru níggju í tali, og var Elinborg nummar seks í røðini. Elsta systir hennara, Marianna Matras, gjørdist eisini myndlistakvinna. Elinborg var 18 ár, tá ið hon flutti til Keypmannahavnar og fór undir útbúgving á Tegne og Kunst industriskolen for kvinder . Hesi árini búði hon saman við Sámali Joensen Mikines, og giftust tey 2. desember 1944, men hjúnalagið endaði í 1952. Tá ið hon fór til Danmarkar, var ætlanin at hon bert skuldi vera har til 1940, men seinni veraldarbardagi brast á, og tí var ógjørligt hjá føroyingum í Danmark at sleppa heimaftur til Føroyar, ið var hersett av bretum. Frá 1947 til 1981 búði hon í Klaksvík í húsunum niðanfyri standmyndina, vanliga kallað Faktorshúsini. Í hesum húsunum er Elinborg barnvaksin, og vórðu tey á hennara døgum eisini kallað L Lützenshús. Tá ið hon hevur búð í Klaksvík, hevur hon búð her. Elinborg flutti til Havnar í 1981, har hon doyði barnleys í 1995. Sum grafikari arbeiddi hon mest við linoleumsskurðum. Eftir at hon hevði vitjað Kunsth ndværkerskolen í Bergen, gjørdist hon eisini kend við sínum bókaprýðismyndum. Í 1978 var hon fyrsta kvinna, ið fekk Løgtingsins árligu heiðursgávu. Myndevnini, Elinborg arbeiddi eina mest við, vóru ævintýr, okkurt úr kvæðunum og tað gátuføra. Eisini dugdi hon væl at lýsa bygda og landsløg. Hendingarnar við avloysaraskipinum, Prince, eru bara dropin, sigur Cecilia Nolsøe Poulsen, sum er ein av stigtakarunum til undirskriftainnsavning. Tann 24. september 2019 verður Norðoya Sparikassi 100 ár, og dagurin verður hildin við stórum hátíðarhaldi fyri bæði vaksin og børn í KÍ Høllini og Badmintonhøllini leygardagin 28. september 2019 frá klokkan 14 00 til 18 00. Á báðum pallunum verður skráin fjølbroytt og spennandi. Í KÍ Høllini vendir skráin sær til tey vaksnu, meðan børnini eiga Badmintonhøllina. Í KÍ Høllini verður borðreitt við fjølbroyttum munnbitum úr sjónum, sum kokkurin Gutti Winther stendur fyri, umframt at køkur og annað gott verður at fáa. Í Badmintonhøllini verður borðreitt við onkrum góðum til børnini. Tá ið framskygdir menn 24. september 1919 stovnaðu Norðoya Sparikassa, var hesin fyrsti ábyrgdarsparikassi í Føroyum, og talan var um 40 ábyrgdarar, ið tilsamans teknaðu 20.000 krónur í ábyrgdarpeningi. Fyrstu tíðina húsaðist sparikassin heima í sýslumanshúsinum, har T. J. Petersen, sýslumaður, eisini hevði avgreiðsluna um hendi. Stutt eftir varð flutt heim í Hvíthús , har avgreiðslan fór fram til 1925, tá ið sparikassin flutti inn í minnu skúlastovuna í Gamla Skúla , ið tá var nýggjur. 11. juni 1928 varð grundarsteinurin lagdur til NORÐOYA SPARIKASSA. Í landnyrðingshornið varð ein glaskrukka løgd við einum tíggjukrónustykki av gulli, einari tvíkrónu av silvuri, einari einkrónu úr silvuri, einum fimmogtjúguoyra og einum tíggjuoyra úr silvuri, trimum fimmoyrum, tveimum tveyoyrum og einum eittoyra úr kopari. Hjástaddir vóru stjórnarlimirnir J.F. Kjølbro, Olaf Olsen, Alexander Enniberg, Símun Petur Zachariasen og Axel Petersen. Móti ársenda var bygningurin liðugur, og flutt varð inn. Tá ið seinni heimsbardagi var av, varð hugsað um at byggja upp í verandi bygning, og í 1948 varð bygningurin útbygdur suður og vestureftir. Henda útbygging varð liðug í 1951 og kostaði góðar 200.000 krónur. Síðani er sparikassin bygdur út fleiri ferðir, eins og fleiri deildir hava verið latnar upp. Í 1965 varð deild latin upp í Leirvík, í 1967 í Norðdepli og í 1972 á Viðareiði. Í 1982 varð deild latin upp við Klaksvíksvegin og 1993 við Stangavegin í Klaksvík. Sparikassin valdi síðan aftur at miðsavna norðurøkið til høvuðsdeildina. Deildirnar í Klaksvík lótu aftur í ávíkavist 2001 og 2004, í Norðdepli og á Viðareiði lótu deildirnar aftur í 2005, og deildin í Leirvík lat aftur í 2009. Norðoya Sparikassi lat upp tríggjar aðrar deildir, í 2006 í Saltangará, í 2007 í Tórshavn, og nýggjasta deildin lat upp í 2013 í Fuglafirði. Í 2015 valdi Sparikassin at miðsavna Eysturoyarøkið í Fuglafirði og lat aftur í Saltangará. Virksemi sparikassans er økt munandi og fevnir í dag um alt frá peningastovnsvirksemi til privatkundar, eins og sparikassin, eftir at banka og sparikassalógin varð broytt í 1994, eisini fíggjar ein part av vinnulívinum. Vit eru errin av at fylla 100 ár. Tað eru ikki nógvar fyritøkur sum blíva 100 ár í dag. Øll hesi árini hevur grundarlagið altíð verið tað sama. Vit vilja halda fast í teimum gomlu virðinum. Tó var ástøðið fyri 100 árum síðan, at tað var tann sterkasti sum yvirlivdi. Í dag má man tillaga seg til tær broytingar, sum henda í nærumhvørvinum. Fyri at hava trygdina so góða sum gjørligt, fer Teistin frá 1. oktober bara at flyta 65 tons av farmi hvønn túrin, í mun til 95 tons summarmánaðirnar. Tað hevur verið støðan seinastu árini. Men flutningurin veksur nógv, nú farið er undir at gera Sandoyartunnilin og tunnil til Dals. Tað eru serliga tungu lastbilarnir við sementi til tunlarnar sum viga nógv. Mannfólkamentanin hevur tikið eitt stórt lop inn í pápaleiklutin seinastu árini, men sleppa páparnir inn í felagsskapin mamma barn Morgunsendingin vitjar í vikuni nýggju landsstýrisfólkini. Í morgun vóru vit á gátt hjá Jenisi av Rana, landsstýrismanni í uttanríkis og mentamálum. Jenis av Rana hevur drúgvar royndir í politikki, men hetta er fyrstu ferð, at hann situr sum landsstýrismaður. Fríggjadagin 13. september var ein rokmikil dagur í Løgtinginum. Klokkan 11 boðaði Bárður á Steig Nielsen frá, at hann fór heldur at royna at skipa samgongu saman við Javnarðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn, men tveir tímar seinni var borgarliga samgongan komin upp á pláss kortini. Tað skiltist, at høvuðsorsøkin var, at Miðflokkurin vildi hava tveir landsstýrissessir. Sambært Jenisi av Rana, var dramatikkurin ikki so stórur, sum líkt var til. Búnaðarstovan hevur saman við landsdjóralæknanum avgjørt, at stuðulin verður veittur til at kanna ílegur hjá brundum og heilan hjá eldri óm eftir sama leisti sum í fjør. Endamálið við ílegukanningunum er at útrudda íleguna við lágum mótstøðuføri móti ridluskriða við bara at gera brundar upp við høgum mótstøðuføri í Fugloy, Eysturoy og Streymoy, har ridluskriði er staðfestur. Endamálið við at kanna heilan hjá eldri óm er at staðfesta, um oyggjar eru, sum kunnu metast at vera fríar fyri ridluskriðasmittuna. Staðfesta kanningarnar, at ein oyggj ikki hevur smittuna, verður ikki neyðugt at gera ílegukanningar at ala seyðin til hægri mótstøðuføri. Hong Kong var hjáland hjá Bretlandi fram til 1997, tá ið tað partvíst varð latið aftur til Kina. Tó varðveitti Hong Kong serlig rættindi, so sum ávíst lóggávuvald, framsagnarfrælsi og rættin at savnast. Tematýsdagurin í Nón viðger støðuna í Hong Kong, har mótmælisgongur føra til samanbrestir við løgregluna mest sum hvørja viku. Vit tosa eisini við fólk, sum búgva í Kina og Hong Kong, og vit fáa aðrar serfrøðingar at greina støðuna. Teir 11 dómararnir vóru á einum máli um, at tað var ólógligt av forsætisráðharranum at biðja Drotningina senda parlamentið til hús í fimm vikur og á tann hátt forða parlamentslimunum at røkja sínar skyldur upp undir avgerandi dagin, 31. oktober, tá avtalan um at leingja ES limaskapin fer úr gildi. Undirhúslimir í skotska tjóðskaparflokkinum, SNP, og nakrir úr Labour siga, at leggur Boris Johnson ikki frá sær sjálvur, kann hann fáa eitt misálit ímóti sær í undirhúsinum. Boris Johnson hevur áður sagt, at Bretland fer úr ES 31. oktober, líka mikið um landið hevur fingið nakra avtalu við evropeiska samveldið ella ikki. Tað hevur Parlamentið roynt at steðga við lóggávu, sum áleggur forsætisráðharranum at leingja limaskapin, meðan samráðst verður um eina avtalu. Við øðrum orðum er meiriluti ikki millum parlamentslimirnar um at Bretland skal fara úr ES uttan at ein avtala er gjørd fyrst, sum parlamentið hevur samtykt. Boris Johnson og stjórn hansara hava ikki meiriluta í Undirhúsinum. Tí er væntandi, at ein møgulig avtala við ES fer til fólkaatkvøðu, áðrenn hon verður endaliga góðkend. Lecrea er sanniliga ein multikunstnari og eigur enntá sítt egna plátufelag og neyðhjálparfelag. Hann hevur vunni hópin av virðislønum fyri sítt arbeiði. Lecrea hevur sagt, at hansara størstu fyrimyndir innan kristnu trúnna eru lærarar sum Tommy Nelson, Tim Keller, John MacArthur, og John Piper. Hann skrivaði enntá sangin Don t Waste Your Life eftir eini bók hjá Piper. Hann sigur eisini, at hann gjøgnum hesar lærdi um Spurgeon, Calvin, og Francis Schaeffer, sum hann eisni kallar sína persónliga hetju. Vit hoyra nærum dagliga um mótmælisgongur í Hong Kong, men hvat er tað sum hendir Hvat er tað fyri eitt serligt samfelag, sum nú hoyrir til Kina, men hevur sína egnu stýrisskipan Hvussu ber tað til, at Hong Kong varð skipað sum ein partur av Bretlandi fyri meira enn 170 árum síðani, og so í 1997 varð latið aftur til Kina við ávísum fyrivarnum Og hvussu er støðan í løtuni, og hvat kann tað enda við Halla Nolsøe Poulsen, forkvinna í Brexit bólkinum hjá landsstýrinum, sigur, at Boris Johnson er komin undir trýst, men hon væntar ikki, at hann fer at leggja frá sær. Hóast fólk í føroyska filmsumhvørvinum eru tøtt sum tunnan, so tykist tað púra vist, at upptøkur verða gjørdar í Kalsoynni til næsta James Bond filmin, No Time To Die. Sólarn Isaksen, sum býr á Húsum, sigur við morgunsendingina, at nógv virksemi er í oynni. Bilar, tól og ikki minst reyða tyrlan, sum fleiri sóu koma á Havnina við Norrønu fyri nøkrum døgum síðani. Hagstovan hevur gjørt yvirlit við fólkatalinum í hvørjari bygd og hvørjum býi og í hvørjari kommunu teir tríggjar dagarnar 1. januar í 2010 og 2014 og 1. august í ár. Hetta kanningararbeiðið er framvegis ígongd, og í dag arbeiðir hon saman við Jan Ruven Rozen Rosenberg, sum er danskur jødi, búsitandi í Ísrael, ið hevur drúgvar royndir við at útvega pening vegna Jewish Agency, sum er ein alheimsfelagsskapur við endamáli at hjálpa jødum kring heimin. Til dømis søgan um familjuna í Dali, sum leigaði eina íbúð í húsunum hjá jødisku Stohn hjúnunum, sum máttu flýggja undan nazistunum í 1943. Familjan flýddi til Svøríkis og lat yngra sonin, sum tá var sjey mánaðir, vera eftir hjá føroysku familjuni. Nakrar mánaðir seinni slapp drongurin til familju sína í Svøríki. Í innslagnum er samrøða við tey bæði Maigun Solmunde og Jan Rueven Rozen Rosenberg umframt samrøða við tey bæði børnini, føroysku Unnur í Dali, og danska Carsten Stohn, sum hava fingið samband aftur, eftir at Maigun Solmunde fór undir kanningararbeiðið. Í summar hittust tey bæði, 79 ára gamla Unnur í Dali og 76 ára gamli Carsten Stohn, aftur, fyri fyrstu ferð síðani tey vóru smábørn. Og myndin er tikin hesa serligu løtuna. Endamálið við arbeiðinum er at vinna føroyingum heiður og viðurkenning í økinum uttan fyri holocaussavnið í Jerusalem, sum eitur Yad Vashem. Økið kallast Tey rættvísu millum tjóðirnar ella The righteous among the Nations. Um føroyingar vilja stuðla arbeiðinum hjá Maigun Solmunde og Jan Rueven Rozen Rosenberg, ber til at seta seg í samband við Maigun Solmunde. Býráðið skal í annaðkvøld avgera, um 34,7 milliónir krónur skulu játtast afturat til arbeiðið. Arbeiðið fer so at kosta 500 milliónir krónur. Sambært dagsskránni fyri býráðsfundin í kvøld, hava nógvar ymiskar óvissur verið millum arbeiðstakaran, J og K Petersen, og arbeiðsánaran, sum er Tórshavnar havn. Samráðingar hava verið millum partarnar, so tað, sum er eftir at gera, verður gjørt fyri fastan prís, prísvøkstur og lønarvøkstur eru tó undantiknir. Undir seinna heimskríggi búði føroyska familan í Dali í Vanløse. Tey vóru væl við jødisku Stohn hjúnini, sum áttu húsini, har familjan í Dali leigaði sína íbúð. Dóttirin í føroyska húskinum, Unnur í Dali, var fýra ár um hetta mundið, og hon minnist væl, at hon plagdi at trilla lítla, jødiska dreingin framvið einum týskum hermanni, ið stóð beint uttan fyri teirra dyr. Carsten Stohn fekk nýtt navnabræv og navnið Richard í Dali, og hann var hjá føroyskum familjuni í einar tríggjar mánaðir. Tá slapp hann til Svøríkis at vera saman við familju síni aftur. Søgan um familjuna í Dali er bert ein av fleiri, sum eru komnar undan kavi, eftir at Maigun Solmunde fyri einum ári síðani fór undir at kanna leiklutrin hjá føroyingum at bjarga jødum undir krígnum. Hetta kanningararbeiðið er framvegis ígongd, og fleiri hugtakandi søgur eru komnar undan kavi um føroyingar, sum settu lívið í vága fyri at hjálpa jødum í Danmark at flýggja til Svøríkis. Vit hoyra bókina Sofía og Anita. Line Baugstø skrivaði og Kristianna Poulsen týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Nám góvu út í 2019. Bókin er í trimum pørtum. Anita og Sofía hava fingið pengar at keypa sær bomm fyri. Á veg inn í handilin síggja tær Kristinu, sum gongur í sama flokki sum tær, hon situr við eitt borð, har ting eru, sum hon ætlar sær at selja. Hon ætlar at geva fátækum børnum pengarnar. Gundur Mortensen fer at lesa fyri okkum. Tey leikandi eru Sofía, Sára Kjærbo, Anita, Emma Grace Hjaltalin. Kristina, Isabella Næs Djurhuus. Tummas, Robert MC Birnie undir Leitinum. Kona, Jonna Fritsdóttir Mortensen. Drongur, Baldur Holm. Stóribeiggi, Jóhan Bolstad Mortensen. Kona, Elin á R gvi, Jan, Jón Svein Heinesen. Genta, Eva á Rógvi, kona, Eyð Aabak Jensen. maður, Jógvan Páll Johannesen. Elin á R gvi leggur til rættis og Dánjal Tavsen ger ljóðmyndina. Nancy Pelosi, forkvinna hjá Demokratunum í amerikanska umboðsmannatinginum, boðaði í gjarkvøldið frá, at kanning verður sett verk ímóti Donald Trump, ið kann enda við ríkisrættarmáli. Tað skal Donald Trump hava gjørt í eini roynd at seta fyrrverandi varaforsetan, Joe Biden, í ringt ljós, tí Joe Biden er forsetavalevni hjá Demokratunum, og kann koma at kappast við Donald Trump á komandi forsetavalinum. Nancy Pelosi sigur, at gerðirnar hjá Donald Trump kunnu hava máað grundarlagið undan tjóðartrygdini, og vera í stríð við stjórnarskipanina. Demokratarnir royna tilvitað at oyðileggja og niðurgera arbeiðið á einum so týðandi degi hjá ST við falstíðindum og heksajagstran, skrivar Donald Trump. Søgan kom undan kavi í síðstu viku, tá The Washington Post skrivaði, at ein varskógvari í Hvítu húsunum hevði hoyrt eina telefonsamrøðu millum Donald Trump og ein útlendskan leiðara. Alt bendir á, at talan er um samrøðuna millum Donald Trump og forsetan í Ukraina, Volodimir Zelenskij, har Donald Trump nú verður ákærdur fyri at hava roynt at fáa til vega tyngjandi upplýsingar um Joe Biden og son hansara. Donald Trump váttaði í gjár, at hann hevur afturhildið umleið 400 milliónir dollarar, ið skuldu verið latnar Ukraina í stuðli. Men hann sýtir fyri, at tað er fyri at trýsta forsetan í Ukraina í málinum um Joe Biden og sonin. At fremja sálarliga heilsu eigur at fáa høga raðfesting, bæði samfelagsliga, fakliga og persónliga, sigur Psykiariski depilin. At vit røkja okkara sálarligu heilsu á jøvnum føti við okkara likamligu heilsu, hevur stóran týdning fyri, hvussu vit hava tað, sigur Psykiatriski Depilin. At partar av heilsuverkinum nú eru við í ABC samstarvinum samsvarar heildarætlanini um at fremja sálarliga heilsu og vísir, hvussu víttfevnandi ABC verkætlanin nú er vorðin, sigur Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum. Hesa vetrarskránna verður aftur ein serfrøðingur knýttur at morgunsendingini. Hvønn mikumorgun fara serfrøðingar innan ymisk økir at svara spurningum frá lurtarum. Í Barnaútvarpinum hoyra vit annan part av bókini Sofía og Anita. Seinast hoyrdu vit, at Sofía og Anita fóru at keypa og tær hittu Kristinu í flokkinum, sum seldi ting og savnaði pening til fátøk børn. Seinast vit hoyrdu vóru vit í flokkinum og tey funnu útav, at eskjan við pengunum var horvin. Jan, lærarin er stúrin, hvør man hava tikið eskjuna Nú fer Gundur Mortensen at lesa 2.part. Line Baugstø skrivaði og Kristianna Poulsen týddi til føroyskt. Elin á Rógvi leggur til rættis og Dánjal Tavsen ger ljóðmyndina. Í barnaútvarpinum hoyra vit triðja og seinasta part av bókini Sofía og Anita. Ein tjóvur er í flokkinum. Sofía og Anita mugu finna útav, hvør tað er. Nú fer Gundur Mortensen at lesa. Line Baugstø skrivaði og Kristianna Poulsen týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Nám gav út í 2019. Elin á R gvi leggur til rættis og Dánjal Tavsen ger ljóðmyndina. Tá tað er keðiligt at ganga í barnagarð, so kanst tú finna upp á ævintýr sjálv. Tí er tað, at konan í barnagarðinum í veruleikanum er ein heks, sum er í parti við uppvaskidrekanum, og nú ætlar uppvaskidrekin at stjala gullið á gullfiskinum Blobb, men tað skal hann ikki sleppa, tí Katrin ætlar at bjarga honum. Og tað fer hon at klára, tí hon er jú ein prinsessa Elin á Rógvi skrivaði bókina Eg eri ein prinsessa. Bókadeilda Føroya Lærarafelags gav út í 2018. Høgni Fagraberg ger ljóðmyndina. Elin á Rógvi lesur. Tá tað er keðiligt at ganga í barnagarð, so kanst tú finna upp á ævintýr sjálv. Tí er tað, at konan í barnagarðinum í veruleikanum er ein heks, sum er í parti við uppvaskidrekanum, og nú ætlar uppvaskidrekin at stjala gullið á gullfiskinum Blobb, men tað skal hann ikki sleppa, tí Katrin ætlar at bjarga honum. Og tað fer hon at klára, tí hon er jú ein prinsessa Elin á Rógvi skrivaði bókina Eg eri ein prinsessa. Bókadeilda Føroya Lærarafelags gav út í 2018. Høgni Fagraberg ger ljóðmyndina. Elin á Rógvi lesur. Sambært dagsskránni fyri býráðsfundin í annaðkvøld, hava nógvar ymiskar óvissur verið millum arbeiðstakaran, J og K Petersen, og arbeiðsánaran, sum er Tórshavnar havn. Samráðingar hava verið millum partarnar, so tað, sum er eftir at gera, verður gjørt fyri fastan prís, prísvøkstur og lønarvøkstur eru tó undantiknir. Ferðaskrivstovan WeTravel er nú send Skiftirættinum til tvingsilsavtøku. Skráseting Føroya hevur heitt á Skiftirættin um at taka av smápartafelagið. WeTravel hevur ikki latið Skásetingini roknskap fyri 2018. Skiftirætturin hevur nú ábygd av felagnum. WeTravel fór í gjaldsstegð beint eftir ólavsøku. EFFO hevði tveir tangar millum flogbreytina og farstøðina. Tangarnir eru nú tømdir, grivnir upp og sendir til IRF, sigur Janus Thomsen, stjóri í EFFO. Janus Thomsen sigur, at ikki er prógvað, at EFFO eigur oljudálkingina. Hann sigur, at lekin kemur ikki frá tangunum ella leiðingunum, sum høvdu samband við teir. Kristian Olsen, átaksleiðari hjá sløkkiliðinum í Sørvági, sigur, at byrgingarnar, sum súgva brennievnið, skuldu kannast í gjár og í dag. Trýstið á leiðina um Skopunarfjørð økist hvønn dag, so annaðhvørt má Teistin sigla títtari um Skopunarfjørð, ella má eitt annað skip fáast til vega, sum kann flyta farm um fjørðin. Tað sigur Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi og løgtingsmaður, og Gerhard Lognberg, nevndarformaður í Sandoy Seafood, er samdur, tí tað kann fáa álvarsligar avleiðingar fyri virkið í Skopun, um nøgdin av farmi um Skopunarfjørð minkar. Martin Olsen, stjóri á Sandoy Seafood, sigur, at longu nú eru tey ikki altíð vís í at fáa bingjur við fiski um fjørðin, tí dekkið á Teistanum er fult. Haraftrat er tað fleiri ferðir komið fyri, at bingjur hava bíðað í upp til tveir dagar fyri at koma suður á fiskavirkið. Frá 1. oktober fer Teistin einans at taka 65 tons av farmi í staðin fyri 95 tons, tá siglt verður um Skopunarfjørð, og tað kemur illa við, tí umframt vinnuliga virksemið verða tveir tunnlar boraðir í Sandoynni, og arbeiðið krevur, at stórir betongbilar regluliga sleppa í oynna. Brandur Sandoy vísir eisini á, at Sands kommuna hevur gjørt 13 nýggj grundøki. Øll eru umbiðin, og tey fyrstu eru farin at byggja hús. Nú Brandur er vorðin løgtingsmaður og partur av samgonguni, roynir hann at gera sína ávirkan galdandi fyri at bøta um møguleikarnar hjá fólki og farmi at sleppa um Skopunarfjørð, sigur hann. Skúlin á Løgmannabreyt í Hoyvík hevur fingið umsitingina hjá Tórshavnar kommunu at umhugsa, hvussu slík bygging skal handfarast í framtíðini. Semja varð so gjørd í 2017 um góðar 4,6 milliónir krónur í eykakostnaði, pengar, sum Búsetur skal hava. Tann semjan skal endaliga góðkennast á býráðsfundinum í Havn í annaðkvøld. Umsitingin hjá Tórshavnar kommunu hevur tikið samanum verkætlanina. Umsitingin sigur, at tilgongdin kundi verið betri, tí byggimálið endaði í drúgvari og kostnaðarmiklari sak. Útveggir leka og takið lekur. Møguliga gerst neyðugt at skifta allan klædningin, stendur í viðmerkingunum í dagsskránni fyri býráðsfundin í Havn í annaðkvøld. Niðurstøðan hjá umsitingini er, at Tórshavnar kommuna í framtíðini eigur at vera nógv meira varin við at brúka projekteringarloysnir og byggitilfar, sum ikki er roynt nóg væl. Kommunan eigur í størri mun at granska verkætlanir neyvt, og kommunan fer ikki at brúka takmembranar í framtíðini, er niðurstøðan. Nógv fólk vóru samankomin, tá standmyndin av Elinborg L Lützen varð avdúkað seinrapartin týsdagin. Dagurin byrjaði við at Klaksvíkar Hornorkestur spældi, og síðani avdúkaði Brynhild Danielsen standmyndina. Elinborg var fastir Brynhild. Í dag tosa vit við Turid Thomsen, sum í hesum døgum hevur latið úr hondum stuttsøgusavnið Í løtuni , og eftir samrøðuna ummælir Jógvan Isaksen bókina. Nýggja skaldsøgan Gloymdur eftir Solby Christiansdóttir verður eisini ummæld tað er Eilen Anthoniussen, bókmentafrøðingur, sum ummælir. Í fyrra tímanum fara vit eisini undir nýggja táttin Mítt yndislistaverk , og hesa ferð fara vit á gátt hjá Pál Weihe, lækna og granskara. Nógv fólk vóru samankomin, tá standmyndin av Elinborg L Lützen varð avdúkað seinrapartin týsdagin. Dagurin byrjaði við at Klaksvíkar Hornorkestur spældi, og síðani avdúkaði Brynhild Danielsen standmyndina. Elinborg var fastir Brynhild. Í hesari reportaguni frá degnum hitta vit Brynhild Danielsen, Nils Ohrt, Hans Paula Olsen, Edward Fuglø og Albert Isfeld. Og sum vanligt mikudagar, verður avrundað við Mentanarálmanakkanum komandi vikuna. Tú kanst hoyra sendingina her Sjóverjan steðgaði kavbátinum í einum eftirlitsátaki, og hálvt tons av kokaini varð tikið úr kavbátinum á sjónum. Men kavbáturin var illa gjørdur, og tí var vandamikð at taka restina av rúsevnunum, sum sukku á havsins botn saman við kavbátinum. Kavbáturin var 12 metrar langur, og sjóverjan rópar teir narko kavbátar. Hesir bátar eru gjørdir serliga til at smugla rúsevni, og suður amerikonsk kartell brúka teir nógv. Kavbátarnir kunnu ikki stinga seg í kav, sum vanligir kavbátar, men eru bygdir til at fjala skrokkin í sjónum. Norska løgreglan hevur í nátt handtikið 68 útlendskar ríkisborgarar fyri brot á útlendingarlógina. Løgreglan kannaði ein bygning í Eidsvoll, har Stensby sjúkrahúsið fyrr var. Tey 68 fólkini vórðu handtikin tá løgreglan var á eftirlitsvitjan. Løgreglan sigur, at fólkini kanska verða víst úr landinum, skrivar norska kringvarpið, NRK . Í nátt hevur løgreglan flutt tey handtiknu frá niðurlagda sjúkrahúsinum til ymisk varðhald. Romerikes Blad skrivar , at Stensby sjúkrahúsið varð selt í 2015. Ætlanin var at brúka bygninginum til akuttmóttøku til 1.000 flóttafólk, men íbúgvar í økinum mótmæltu ætlanini. Tá streymurin av flóttafólki til Noregs minkaði, slepti norska uttanríksráðið ætlanunum. Núverðandi eigarar hava kunngjørt eina ætlan um at gera bygningin um til marglætisgistingarhús, men í løtuni verður niðurlagdi sjúkrahúsbygningurin brúktur sum motell, skrivar blaðið. Bakkafrost ætlar at keypa seg inn í skotsku alivinnuna. Bakkafrost gjørdi í gjár bindandi sáttmála um at keypa meirilutan, 68,6 prosent, í partafelagnum The Scottish Salmon Company frá Northern Link Ltd. Partabrøvini eru keypt í keypsskálanum í Oslo fyri 28 krónur og 25 í norskum krónum fyri partabrævið, tað svarar til 21,25 krónur í okkara pengum. Bakkafrost ætlar at keypa 133 milliónir og 125.109 partabrøv í skotska felagnum. Keypið kostar góðar 2,8 milliardir krónur. Tað verður fíggjað við reiðum peningi, og Bakkafrost skrivar út sjey milliónir og 328.709 partabrøv. Virðið hjá skotska alifelagnum er góðar fýra milliardir og 300 milliónir krónur. The Scottish Salmon Company hevur høvuðssæti í Edinburgh. Aliøkini eru vestan fyri Skotland og á Suðuroyggjunum, Hebridunum. Russiski trolarin, Bukhta Naezdnik, hevur nú lagt seg á liðina. Eldur kom í trolaran mikudagin, og hann hevur staðið í ljósum loga, meðan hann lá við bryggju í Tromsø. Átaksleiðarin hjá løgregluni, Robin sheim Lindberg, sigur við norskar miðlar, at tað rýkur framvegis úr skipinum. Nú verður kannað, um ammoniakkútlát er í roykinum. Vegir og skúlar eru stongdir, og sjúkrahúsið í Tromsø hevur sett krepputiltøk í verk, og metur støðugt, um neyðugt er at stongja deildir, tí starvsfólk sleppa ikki til arbeiðis orsakað av eldinum. Flestu vegir til sjúkrahúsið eru stongdir, og størsta avbjóðingin er at fáa fólk til arbieðis, sigur Jørn Resvoll, samskiftisstjóri á sjúkrahúsinum. Kaj Leo Holm Johannesen hevur roynt eitt sindur av hvørjum í politikki. Hann hevur sitið við borðendan sum løgmaður í sjey ár, og nú skal hann á fyrsta sinni royna seg sum landsstýrisfólk í heilsumálum. Heilsumál var ein sessur, sum hann legði billett inn til beinavegin undir samgongusamráðingunum, men vinnumál var eisini eitt økið, ið hevði hansara áhuga. Jacques Chirac var forseti í tvey skeið frá 1995 til 2007. Ein av broytingunum í forsetatíð hansara var, at forsetaskeiðið varð stytt úr sjey niður í fimm ár. Ein onnur uppaftur størri broyting í forsetatíðini hjá Jacques Chirac var, at franska gjaldoyrað, frankurin, varð skiftur um við evruna. John Petersen hevur nú kunngjørt, hvørjar 20 leikarar, hann vil hava við sær til truplu uppgávuna á heimavølli í móti Norra 8. oktober. Sanna Svarvadal, sum var við í hópinum seinast, er ikki við. Hon skal spæla við U19 landsliðnum í EM undankapping í Finnlandi. Fyri hana er komin Nadja Johannesen úr HB. Hópurin er annars hesin Monika Biskopstø Anna S. Hansen Marita á Fríðriksmørk Annika R. Christiansen Lív Arge Poulsen Durita Hummeland Nadja Johannesen Katrina Akursmørk Eyðvør Klakstein Evy á Lakjuni Olga Kristina Hansen Ansy Sevdal Jakobsen Ásla Johannesen Sara S. Lamhauge Julia Naomi Mortensen Jónvá Hentze Jacoba Langgaard Heidi Sevdal Sarita Maria Mittfoss Rebekka Fjalsá Benbakoura Manningin umborð á Prince vil ikki kennast við føroysku loyvini um flyting av vandamiklum farmi. Tískil sleppa tangabilar frá EFFO og Magn ikki um Suðuroyarfjørð við Prince. Tað sigur Heri Norðberg, ferðslusamskipari hjá Strandfaraskipum Landins. Føroysku krøvini eru øðrvísi enn har skipið kom frá. Skiparin á Prince vil ikki slaka uppá krøvini. Ein loysn hómast tó í havsbrúnni. Tey bæði oljufeløgini fara nú at heita á Smyril Line um at føra tangabilar um Suðuroyarfjørð, so brennievni í Suðuroynni ikki verður uppi áðrenn Smyril er aftur úr dokk. Tá Strandferðslan gjørdi eftirlit vórðu tangabilar førdir við skipinum, sigur Heri Norðberg, men at teir høvdu eina serliga váttan um farmin framgekk ikki tíðliga av rakstinum, og tí kemur henda støðan óvart á. Heri Norðberg hevur samskift við skiparan um málið, men skiparin heldur fast við lóggávuni har skipið er flaggað undir, tí kann tað fáa avleiðingar fyri skipið, um hetta ikki verður gjørt. Eingin annar kann gera tað. Meirilutin í býráðnum, Javnaðarflokkurin, hevur oftari enn einaferð samtykt, at Kristin Michelsen kann ikki vera borgarstjóri og tingmaður í senn. Eftir løgtingsvalið 31. august varð samtyktin endurtikin. Men Kristin Michelsen hevur ikki gjørt eftir samtyktini. Hann er framvegis bæði borgarstjóri og tingmaður. Løgtingsskrivstovan sigur, at hetta er ikki hennara mál. Og landsstýrið fær heldur einki gjørt, annað enn at vísa á kommunustýrislógina. Kommunala eftirlitið vísir á grein 22 í lógini. Hon sigur, at býráðið kann velja ein annan býráðslim at vera borgarstjóri. Hendan avgerðin skal tó alt fyri eitt latast landsstýrismanninum í kommunumálum til staðfestingar. Staðfestir landsstýrismaðurin avgerðina, skal býráðið leggja málið fyri rættin. Tekur rætturin undir við býráðnum, skal borgarstjórin fara frá. Ølið verður sagt at vera kalt, men vit hoyra ofta fólk keypa sær eina øl og enntá veðrur verður kvennkyn, tá vit hoyra fólk bjóða Veðrøl. Vilt tú hava eina veðr . Flutningurin um Skopunarfjørð skal tryggjast til Sandoyartunnilin verður liðugur. Arbeitt verður við at loysa málið, men enn er eingin loysn funnin. Í 1987 tók Tróndur Patursson eina uppgávu á seg, sum seinni vísti seg at fáa stóra ávirkan á hansara listaleið við at arbeiða við glasi. Tá prýddi hann SMS við sínari kendu glaslist við trappurnar mitt í sølumiðstøðuni. Tvey fólk, sum dagliga selja og keypa gamlar lutir, fáa 10.000 krónur í part at handla fyri. Seinni verða lutirnir mettir av serkønum, og dagsins vinnari er tann, sum fær hægstu meting. Vit koma nærri spælarunum á svenska fótbóltslandsliðnum, aftur um leiktjøldini. Í røðini síggja vit, hvussu gott samanhaldið í roynd og veru er. Oscar Bjerrehuus er 17 ár og sonur Oliver Bjerrehuus. Hjá foreldrunum er markið fyri tí normala ikki heilt sum hjá foreldrum flest. Oscar gongur nógv uppí at hava skipaðan gerandisdag og fáa sær studentsprógv. Oscar skal møta í eini altjóða modellstovu, men eitt skeið í drama ger, at óhugaligar kenslur frá barnaárunum koma fram í honum. Fríggjadagin klokkan 15 letur listaframsýning við verkum eftir málaranum og grafikaranum Poul Horsdal upp í M Müllers Pakkhúsi í Havn, har hon kann síggjast til sunnudagin 20. oktober. Talan er um somu framsýning, sum hevur verið at sæð í Ribarhúsi í Fuglafirði, men við nøkrum verkum umframt. Og tá framsýningin letur upp fríggjadagin fer listamaðurin Bárður Jákupsson at siga nøkur orð um Poul Horsdal. Listamálarin Poul Rohde Horsdal varð føddur 23. apríl 1936 í skjúttuhúsunum við M le á hálvoynni Hindsholm, ið hoyrir til góðsið Hverringe á Fjóni. Og hann andaðist í 1981, bara 45 ára gamal. Poul Horsdal var dani, búsitandi i Føroyum og við føroyskari familju. Og fyrr í vikuni settu vit Sjúrði Horsdal, ið er sonur Poul, stevnu í Ribarhúsi í Fuglafirði. Tú kanst hoyra samrøðurna her Jonathan hevur brúkt alt lívið til at dylja, at hann er homoseksuellur. Tað hevur verið so trupult fyri hann, at hann nú hevur fingið depressión. Nú noyðist Jonathan at siga foreldrunum sannleikan og fyrstu ferð vísa teimum sína røttu persónligheit. Tað hevur verið neyðugt at bíða við samráðingunum, tí val hevur verið, og nýggjur landsstýrismaður í fíggjarmálum hevur tikið við. Hjá 12 fakfeløum á almenna arbeiðsmarknaðinum fara sáttmálarnir ikki úr gildi fyrr enn 1. oktober í 2020, tí teir eru galdandi í trý ár. Orkestrið Citybois vil aftur á landakortið. Anthon og Thor teknaðu seg til X Factor í einum rúsi. Dreingirnir fingu smakk fyri viðgongd og vórðu rullaðir inn í vaksnamannaverðina. Nú er tónleikurin alt. Men tað er umráðandi at passa seg upp til ræddarvenjing og koyritímar, tá vinirnir verða studentar og tannáringalívið er upp á tað harðasta. Røða forsætisráðharrans var tann fyrsta eftir at bretski Hægsirættur hevði dømt tað vera ólógligt, at Boris Johnson hevði sent Parlamentið til hús í fimm vikur so tætt upp undir 31. oktober, tá limaskapur Bretlands í ES heldur uppat. Hørðu orðini komu báðu megin frá í Undirhúsinum eftir bonsku røðuna, og andstøðuflokkarnir vilja als ikki góðtaka, at teir við orðum forsætisráðharrans skulu hava givið seg yvir til ES tað vil siga, sum taparar. Lógin sigur, at forsætisráðharrin skal biðja ES leingja bretska limaskapin, um tað ikki eydnast stjórnini at koma ásamt um eina avtalu, ið skal áseta, hvussu viðurskiftini millum Samveldið og Bretland skulu vera aftaná Brexit. Millum hørðu orðini hevur landasvik , eisini verið brúkt, og andstøðan sigur um konservativa stjórnarflokkin, at hann við ógvusliga orðavalinum heilt tilvitað og fyri at fáa undirtøku øsir veljararnar upp ímóti teimum fólkavaldu. Hetta verður eisini umrøtt í fjølmiðlunum, har eygleiðarar ikki aftra seg við at sammeta framferðarháttin við ta øsing, fasistarnir í Italia, Týsklandi og Spanina pallsettu tríati árini. Hann og fleiri parlamentslimir, sum tóku orðið í Undirhúsinum í gjárkvøldið, søgdu bæði seg og familjur sínar javnan fáa hóttanir í telefonini, á netinum og við posti. Parlamentslimirnir mintu eisini hvønn annan á, at ein starvsfelagi teirra í Undirhúsinum, Jo Cox, úr Arbeiðaraflokkinum, læt lív, tá ein hatskur maður leyp á hana á gøtuni, meðan valstríð var upp undir fólkaatkvøðuna um Brexit í 2016. Listamaðurin Poul Horsdal, sum livdi frá 1936 til 1981, var dani, búsitandi í Føroyum og við føroyskari familju. Vit skifta orð við sonin, Sjúrð Horsdal, um pápan og hansara list. Fyri 50 árum síðani hin 26. september í 1969, varð legendariska plátan Abbey Road hjá the Beatles givin út. Tí seta tónar frá Come Together og Here comes the sun sín dám á Nón í dag, samstundis sum vit fáa vit gestir í studio at viðgera útgávuna. 16 ára gamla Greta Thunberg hevur fullkomiliga sett dagsskránna, eftir at hon helt hvassorðaða røðu fyri heimsins leiðarar á verðulagsráðstevnuni hjá ST mánadagin. Vanlig fólk og politikarar á ovastu rókum finnast at Grethu, miðlar kring allan heimin skriva um hana og UNICEF Danmark ávaraði í gjár fólk um ikki at happa hana. Hví reagera fólk soleiðis spyrja vit panel, ið kemur í útvarpsstovuna at hugleiða. Undan løgtingsvalinum skipaðu nógvir felagsskapir fyri valfundum kring landið, fleiri fakfeløg og áhugafeløg sendu skriv út við valynskjum til politikararnar, og ein flokkur argumenteraði fyri, at okkum tørvar meira borgarafólkaræði og beinleiðis fólkaræði. Hvussu verða borgarar tiknir við uppá ráð í politiskum tilgongdum og avgerðum, og er borgarafólkaræðið nóg gott í Føroyum, spyrja vit Hallberu West, adjunkt á Fróðskaparsetri Føroya, síðst í sendingini. Søgan er sterk og sannførandi, og høvundurin vísir eitt gott innlit í tað politiska spælið, sigur ummælarin millum annað, sum kundi hugsað sær djúpari persónslýsingar. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, sigur, at hon er varug við trupulleikan, og at stig verða alt fyri eitt tikin at loysa hann. Vit hava sett sálarfrøðing, retorikara og umboð fyri veðurlagsverkfallið saman at greina og viðgera, hvat hendan unga gentan umboðar, og hví hon vekir so sterkar kenslur í fólkum. Ein 16 ára gomul svensk genta hevur eftir øllum sólarmerkjum at døma fingið fólk at kjakast um veðurlagsbroytingar við eldhuga. Ella hevur hon tað Vilja fólk heldur viðgera hana, enn taka støðu til veðurlagsbroytingarnar Suni Poulsen, sálarfrøðingur, Eydna Skaale, retorikari, og Elsa Berg frá Ringrás taka støði í røðuni, sum Greta Thunberg helt á veðurlagsráðstevnuni í vikuni. Amerikanski forsetin, Donald Trump, fer at skerja talið av flóttafólkum, sum sleppa at búseta seg í landinum. Tað vísir nýtt upprit, sum forsetin fer at undirskriva, upplýsa Hvítu húsini, sambært Reuters. Sambært uppritinum, skerjir Trump talið av flóttafólkum, sum sleppa at búseta seg í USA, úr 30.000, sum tað er nú, niður í 18.000. Uppskotið váttar áhaldandi skylduna hjá USA at hjálpa fólkum í allari verðini, sum eru rikin burtur heiman, men samstundis halda vit eisini týdningarmiklastu skyldu okkara at verja og tæna amerikanska fólkinum, stendur í fráboðanini frá Hvítu Húsunum. Líkt er til at øki er funnið til skjótibreyt í Klaksvík. Mentanarnevndin og fíggjarnevndin hjá býráðnum mæla til, at skjótibreytin verður á Bumshamri. Tilmælið er, at pengar til lendisarbeiðið verða settir av í fíggjarætlanini fyri 2020.Leitað hevur verið eftir øki til skjótibreytina í Klaksvík, og nógvar staðsetingar eru nevndar. Bumshamar er mettur at vera væl egnaður, men lendisarbeiði skal gerast fyri at fáa eina fløtu. Økið á Bumshamri er nakað burtur frá búseting og sæst ikki úr býnum. Kommunan eigur lendið. Í fyrstu atløgu vóru boðini, at eini 10.000 laksar, sum vigaðu í miðal beint niðanfyri fýra kilo, vóru sloppnir út frá sláturvirkinum. Fiskimálaráðið broytti seinni talið til 17.200. Ókent tal av rýmda laksinum er smittaður við virussjúkuni PD, og vandi er fyri, at villlaksur kann verða smittaður av sama virusi. Norska fiskimálaráðið skrivar í tíðindaskrivi, at sláturhúsið nú hevur fingið álagt at hava eftirlit við 15 áum, har laksur plagar at koma niðan í. Alifyritøkan skal eisini taka slopnan laks úr áunum. Higartil eru 3.123 laksar tiknir. Higartil í ár eru umleið 300.000 alilaksar slopnir úr norksum alibrúkum. Treiskni kann vera gott í summum førum, men óbrúkligt í øðrum førum, men við teimum royndum, sum eg havi eftirhondini, haldi eg meg duga at skila ímillum, nær eg skal vera treiskur og nær eg ikki skal vera tað. Tað sigur landstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, sum er farin undir sítt fjórða skeið sum fiskivinnumálaráðharri. Vit hava í summar hoyrt um trupuleikarnar við, at ungdómur úr 13 ára aldri hevur rúsað seg í sambandi við festivalarnar, og við hesum tiltakinum vilja vit royna at bjóða ungdóminum til eitt tiltak, har tey minnast hvat fór fram, har tey kunnu skapa vinarlag og stuttleika sær. Soleiðis verður sagt í lýsingini fyri ókeypis ungdómstiltaki, sum verður á Frælsinum í Havn í kvøld, fríggjakvøldið, 27. september. Hetta tiltakið verður bara eina ferð, men vit kundu hugsað okkum, at onkur sá møguleikarnar í at gera tað til eitt afturvendandi tilboð, siga Karin Maria Djurhuus og Marjun Purkhús. Tá tað er keðiligt at ganga í barnagarð, so kanst tú finna upp á ævintýr sjálv. Tí er tað, at konan í barnagarðinum í veruleikanum er ein heks, sum er í parti við uppvaskidrekanum, og nú ætlar uppvaskidrekin at stjala gullið á gullfiskinum Blobb, men tað skal hann ikki sleppa, tí Katrin ætlar at bjarga honum. Og tað fer hon at klára, tí hon er jú ein prinsessa Elin á Rógvi skrivaði bókina Eg eri ein prinsessa. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2018. Høgni Fagraberg ger ljóðmyndina. Elin á Rógvi lesur Tá tað er keðiligt at ganga í barnagarð, so kanst tú finna upp á ævintýr sjálv. Tí er tað, at konan í barnagarðinum í veruleikanum er ein heks, sum er í parti við uppvaskidrekanum, og nú ætlar uppvaskidrekin at stjala gullið á gullfiskinum Blobb, men tað skal hann ikki sleppa, tí Katrin ætlar at bjarga honum. Og tað fer hon at klára, tí hon er jú ein prinsessa Elin á Rógvi skrivaði bókina Eg eri ein prinsessa. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2018. Høgni Fagraberg ger ljóðmyndina. Elin á Rógvi lesur. Iran hevur hildið aftur skipinum í meira enn tveir mánaðir, og tað hevur ligið í havnini í Bandar Abbas. Iranska herdeildir steðgaðu skipið í Hormuz sundinum, tí tað hevði brotið altjóða havrættarreglur. Embætisfólk siga, at skipið fór úr Bandar Abbas tíðliga í morgun. Sambært stjóranum í Stena Bulk, Erik Hanell, er skipið á veg til Dubai, har manningin verður kunnað og til heilsukanning. Hald varð lagt á tangaskipið 19. januar, tvær vikur eftir, at bretskar herdeildir hildu aftur einum iranskum tangaskipi. Orsøkin var, at skipið skuldi til Sýria við olju, og tað er ikki loyvt eftir tiltøkunum sum ES hevur sett í verk ímóti Sýria. Skipið varð leyslatið aftur í augustmánaði. Stena Impero sigldi í altjóða sjógvi og inn í Hormuz sundið, sum bindir saman Persa flógvan og India havið, tá iranskar uppreristrardeildir handtóku skipið. Vit tosa um søgurnar handan sangirnir og um tónaskøldini sangskrivararnir í filminum, George Bruns, Terry Gilkyson og Robert og Richard Sherman. Leiðslan í Starvsmannafelagnum fer undir samráðingar við Lønardeildina fyri sínar limir, og ætlar at fáa sum mest burturúr. Aftur hesuferð er felagið tað fyrsta, ið skal samráðast. Fyri tveimum árum síðani varð funnist at Starvsmannafelagnum, tí støðið, sum varð lagt í tí sáttmálanum, var ov lágt, og tí varð mett, at torført var hjá øðrum feløgum at fáa meir burturúr. Starvsmannafelagið er nógv størsta fakfelagið, ið skal samráðast, og hóast atfinningarnar, so verður felagið aftur hesuferð tað fyrsta, sum fer at samráðast við Lønardeildina, sigur Súni Selfoss, formaður í Starvsmanafelagnum. Hetta hóast Boris Johnson, forsætisráðharri, hevur sagt, at hann heldur loypir í ein kyksenda enn at biðja ES um at leingja limaskapin. Bretland hevur tvær ferðir áður fingið longda freist, og tann seinna gongur út 31. oktober. Ein diplomatisk kelda sigur tað vera heilt ósannlíkt, at nakað samráðingarúrslit verður klárt at leggja fyri ES toppfundin, sum eftir ætlan verður um einar tvær vikur. Samráðingarleiðarin hjá ES, Michel Barnier, segði í gjár, at marknaspurningurin millum Írland og Norðurírland ikki er loystur, tá umræður at tryggja friðaravtaluna og innara marknaðin í ES. Forsætisráðharrin sigur hinvegin, at uppskotini hjá bretsku stjórnini eru meint í álvara, og at ein avtala eisini krevur, at ES vil gera neyðsemjur. Men tað tykist ES ongan hug hava til. Ein diplomatur sigur um støðuna, at sjálvt um Bretland og ES komu ásamt um eina avtalu, er illa hugsandi, at Undirhúsið, so ósamt, sum tað er, fer at samtykkja nakra avtalu, sum Boris Johnson kemur aftur úr Brússel við. Ocean Group Faroes í Vági keypti Junior frá Asbjørn APS í Hirtshals fyri 55 milliónir krónur í august 2017, og gav skipinum navnið Nýborg. Í gjárkvøldið samtykti Tórshavnar kommuna, at seta fimm eindarleiðarar inn, sum millumlið millum dagstovnaleiðararnar og trivnaðardeildina hjá kommununi. Hon bleiv nummar níggju á lista A á kommunuvalinum í 2016, tá hon fekk 96 atkvøður. Listi A hevur átta av 11 býráðslimum í Runavík. Eplafestivalurin er ein heystarhátíð, har føroyska rávøran, jørðin og náttúran verður fagnað. Fyrireikararnir vænta sær umleið 3000 luttakandi gestir í ár. Nógv tiltøk eru á skránni millum annað kann nevnast mótashow, kapping í eplakasti, framløgur og filmar. Um kvøldið verður borðhald og diskotek út á náttina. Playlistin í sendingini er her. Um vikuskiftið fer Aldubáran at spæla konsert við tónleiki eftir Ludwig Van Beethoven. Tað er í sambandi við, at tónaskaldið fyllir 250 ár næsta ár. Aldubáran er ein fleksibul stødd, bólkurin kann vera bæði stórur og lítil, og til hetta høvið er Aldubáran ein septett, tí víðagitna septettin hjá Beethoven verður á konsertskránni. Aldubáran hevur í hesum sambandi sent boð eftir Kristinu á Váli, sum býr í USA. Kristina hevur lisið tónleik í sjey ár í New York økinum og er júst blivin liðug sum kandidatur í cellospæli. Eg kann avgjørt viðmæla øðrum ungum til at fara til USA at lesa tónleik, sigur Kristina og leggur afturat, at uppihaldið í USA hevur givið henni nógvar týdningarmiklar royndir. Millum annað hevur hon spælt á viðagitna Carnegie Hall í New York. Høvuðsvalevnini eru sitandi forsetin Ashraf Ghani og forsætisráðharrin Abdullah Abdullah. Tey hava siti saman í eini sameiningar stjórn síðan 2014. Taliban hevur verið krígsherjað í fleiri ár. Í nógv ár var landið eisini stýrt av Taliban rørsluni, til 2001, tá teir vórðu koyrdir frá. Tað er eisini kríggið ella royndirnar at fáa frið í lag, sum fylla mest hjá veljarum í Afghanistan, tá tey velja forseta, skrivar BBC. Tey velja tann, ið tey meta mest sannlíkt kann fáa frið í lag. Vallutøkan verður væntandi lág. Bæði tí boðað hevur verið frá álopum á valstøð og tí at høvuðsvalevnini eru tey somu sum í 2014, teir áðurnevndu Ashraf Ghani og Abdullah Abdullah. Báðir eru undir illgruna fyri at taka móti mutri, arbeiðsloysið í landinum er 25 og sambært ST, liva 55 prosent av afghanum undir fátækramarkinum. Nøkur ferðsluóhapp hava verið í gjár og ídag. Seinnapartin í gjár datt grót undan loftinum í Kollfjarðartunlinum, og ein bilur rendi á. Bilurin fór illa, men tíbetur hendi eingin mansskaði. Neyðugt var heldur ikki at steingja tunnilin eftir hendingina, so ferðslan helt fram. Við Krókafoss nakað sunnanfyri Meginskúlan rendi ein bilur út av, og hann fór so mikið illa, at pláturnar vórðu tiknar av bilinum. Heldur ikki tá hendi nakar mansskaði. Tað triðja ferðsluóhappið hendi á Oyggjarvegnum tíðliga í morgun klokkan 6 50, Við Mannafalsdal fór ein bilur út av vegnum í tjúkka mjørkanum. Heldur ikki í tí førinum hendi nakar mansskaði. Tað mundi endað heilt galið, tá eitt flogfar hjá Air Greenlend skuldi fara úr Nuuk til Kanger lussuaq 30. maj, skrivar danska Jyllands Posten við eini frágreiðing frá donsku havarí kommisiónini sum keldu. Flogskipararnir høvdu sett ferð á flogfarið á flogbreytini í Nuuk, og ferðin var komin uppá 150 kilometrar um tíman, men teir fingu ikki næsahjólið meira enn tvey stig uppfrá. Tí bremsaðu teir og flogfarið steðgaði einans 50 metrar frá endanum á breytini, ið er 950 metrar long. 32 fólk vóru við flogfarinum, 29 ferðafólk og manningin, ið taldi trý fólk. Frágreiðingin sigur, at einki feilti flogfarinum, flogskipararnir vóru væl fyri, og teir høvdu tryggjað sær, at vektarbýtið var, sum fyriskrivað. Umborð kunnu ferðafólkini seta seg, har tey vilja, og tað var orsøkin til, at flogfarið ikki fekst uppfrá. Ferðafólkini í teimum fremstu setrunum og flogskipararnir vigaðu rætt og slætt ov nógv. Skaðanevndin hevur kannað hendingina og sigur hana vera álvarsliga, men flogskipararnir gjørdu, sum rætt var, og tí stóðst eingin skaði av hendingini. Høvdu flogskipararnir ikki verið so skjótir og flogfarið var farið uppfrá kundi tað dottið niður ella verið farið útav breytini, sigur Carsten Pedersen frá donsku skaðanevndini við Jyllands Posten. Støðan er í føroysku tunlunum er ring, og trygdin somuleiðis. Men júst hvussu ring støðan er, kann Landsverk ikki staðfesta, tí seinasta kanningin varð gjørd fyri tólv árum síðan. Í gjár rapaði grót undan loftinum í Kollfjarðartunlinum, og ein bilur rendi á. Bilurin fór illa, men tíbetur hendi eingin mansskaði. Men hetta kemur ikki óvart á, tí Landsverk hevur ávarað um vánaligu støðuna í føroysku tunlunum, og hevur í veruleikanum lítið yvirlit yvir, hvussu støðan er. Í samferðsluætlanini, sum kom fyrr í ár, sigur Landsverk beinleiðis, at tey ikki kunnu siga, hvørjum standi tunlarnir eru í, tí seinasta kanningin varð gjørd í 2007. Hetta er ein kanning sum kostar undir hálva millión krónur at gera, men pengar hava ikki verið til tað, hóast mælt verður til tílíkar kanningar triðja hvørt ár. Landsverk hevur fýra milliónir árliga til viðlíkahald av tunlunum, og tað røkkur bara til, at tunnilstoymið arbeiðir í einum til trimum tunlum árliga, tí standurin í tunlunum er so ringur. Landsverk mælir til at hækka játtanina til tíggju milliónir krónur um árið, men sjálvt við hesum fer tað at taka eini fimtan ár at koma runt. Vit hava roynt at fingið eina viðmerking frá Jørgen Niclasen, landsstýrismanni, sum umsitur samferðslumál, men hann hevur ikki verið at hitt. Á landsfundinum hjá Konservativa flokkinum í Danmark, hevði formaðurin í flokkinum, Søren Pape Poulsen, eina áheitan á nýggja formannin í Venstre, Jakob Elleman Jensen, um at savna bláu samgonguna aftur. Vit vóna, tú hálar Vinstra á borgarligu kósina, har skattir skulu lækkast og har almenni geirin ikki skal dýrka, segði Søren Pape Poulsen. Hóast hann hevði hesa áheitan á Vinstraflokkin, so vildi hann ikki kasta samstarv við reyðu stjórnina frá sær. Serliga er hann sinnaður at samstarva við stjórnina um umhvørvispolitikkin. Annars segði Søren Pape Poulsen, at Konservativi flokkurin vildi arbeiða fyri, at fleiri løgreglufólk skuldi setast, útlendingapolitikkurin skuldi herðast, skatturin lækka og at almenni geirin skuldi minka. Konservativi flokkurin hevði eitt gott val á Fólkatingsvalinum fyrr í ár. Flokkurin fekk góð sjey prosent av atkvøðunum. Tað var nóg mikið til 12 sessir á Fólkatingi. Ein tvífalding av umboðunum teir høvdu tey undanfarnu fýra árini. Signar í Homrum og Janus Rein vitja í leygardagssendingini, og við sær hava teir tvær søgur í part, har onnur er sonn, meðan teir í hinari pella fyri okkum. Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, nú fleiri kommunur í Suðuroy nokta at samtykkja fíggjarætlanini hjá Bú og Heimatænastuni í oynni. Orsøkin er, at tær rinda meir inn í skipanina, enn tær fáa afturborið frá landinum. Millum annað hava Sumbiar kommuna og Hovs kommunur samtykt, at tær vilja ikki góðtaka, at tær rinda meir inn enn tær fáa borið aftur frá landinum. At man kann liva av tónleiki í Føroyum, tað staðfestir Edith, sum, umframt at vera songkvinna, bæði undirvísir á musikkskúlanum, privat og tekur sær av einum kóri. Fyrr í dag boðaði danska felagið hjá Jóhan á Plógv Hansen frá, at føroyski vongurin hevur gjørt avtalu við útlendskt felag. Nú er greitt, at talan er um týska felagið Hannover. Tíðin er búgvin til, at eg royni okkurt nýtt og at spæla í Bundesliguni hevur altíð verið ein stórur dreymur hjá mær, sigur Jóhan á Plógv Hansen við danska TV2 Sport. Allur pakkin var tann rætti fyri meg. Alt frá sjálvum býnum til spælitíð. Hetta er eitt tíðandi fet á míni yrkisleið og eg eri fegin um, at avtalan er gjørd, sigur hann. Áður hava søgur gingið um, at fleiri onnur feløg í Týsklandi fylgdu við menningini hjá Jóhan á Plógv Hansen. Eitt nú stórfelagið Kiel. Fyri meg er tað umráðandi, at eg spæli regluliga. At koma til Bundesliguna har eg kann spæla eitt sindur og ikki sita so nógv á beinkinum. At kenna seg tryggan í umstøðunum, sum tú ert í, er nakað, sum tænir øllum spælarum, sigur Jóhan á Plógv Hansen sambært TV2 Sport. Við skiftinum til týskan hondbólt vónar Jóhan á Plógv Hansen, at hann av álvara fær bitið seg fastan á danska landsliðnum, har hann higartil hevur spælt 25 landsdystir. Jóhan á Plógv Hansen er 25 ára gamal og hevur fingið sína hondbóltsuppaling í Kyndli, áðrenn hann flutti til Danmarkar og fór at spæla hondbólt við Skanderborg H ndbold í 2010. Í 2015 gjørdi hann sáttmála við Bjerringbro Silkeborg H ndbold, sum hann altso hevur spælt við síðani. Men næsta kappingarár gongur leiðin altso til Týsklands og Hannover. Vit gagnnýta ikki eitt tað størsta tilfeingið í føroyskum sjógv, sum er reyðæti. Hetta vísir stjórin á Havstovuni, Eilif Gaard, á og mælir til at fara undir fiskiskap Eitt misálit kann verða reist ímóti Boris Johnson í næstu viku. Tað sigur Stewart Hosie, bretskur parlamentslimur fyri Skotska tjóðskaparflokkin, við bretskar miðlar. Enn er ikki greitt nær tað verður reist, men bæði mánadagur og týsdagur hava verið nevndir. Stewart Hosie sigur, at tað kann vísa seg at verða einasti máti, at sleppa undan ES úrliman, uttan at skilnaðarsemjan er fingin í lag. Stewart Hosie, sigur, at alt fleiri politikkara bera ótta fyri, at Boris Johnson fer at finna ein máta, at sleppa uttanum lógina, sum krevur, at parlamentið skal samtykkja kósina hjá stjórnini í Brexit málinum. Leiðarin í Skotska Tjóðskaparflokkinum, Nicola Sturgeon, sigur um sama mál, at verður eitt misálit samtykt, so kann andstøðuleiðarin, Jeremy Corbyn, stjórna eini fyribils stjórn. Tað er tó ósannlíkt, at tað verður so, tí Liberalu Demokratarnir, sum eisini sita í andstøðu, taka ikki undir við tí. Sjálvur sigur Jeremy Corbyn seg verða sinnaðan at stjórna eini minnilutastjórn. Leiðarin í Liberalu Demokratunum, Jo Swinson, sigur við BBC, at Jeremy Corbyn er ikki nóg savnandi og at neyðugt er at finna ein politikkara, sum flestu kunnu liva við. Amerikanski uttanríkisráðharrin, Mike Pompeo, verður nú stevndur eftir skjølum, sum vísa til samskifti og annað, sum Donald Trump hevur havt við ukrainska forsetan, Volodomyr Zelensky. Í samrøðu biður Donald Trump starvsfelagan úr Ukraina um at finna ringar søgur fram um Hunter Biden, son Joe Biden, sum eisini stillar upp til forsetavalið í USA næsta ár. Hunter Biden hevur sitið í nevndini í einum ukrainskum gassfelag. Velur Mike Pompeo ikki at veita skjølini, sum biðið verður um, verður tað tulkað sum ein roynd at forða fyri kanningini í málinum. Donald Trump verður lagdur undir valdsmismisnýtslu við at biða ukrainar leita fram upplýsingar um Hunter Biden og at inndraga ein fremmanda stjórn inn í forsetavalið í USA. Tað er umboðsmannatingið, sum roynir at fáa forsetan fyri ein ríkisrætt. Demokratarnir hava ein meirluta í umboðsmannatinginum og tí er møguligt, at tað fer at eydnast. Tað tó ósannlíkt, at tað eydnast at fáa forsetan frá alíkavæl, tí í einum ríkisrættarmáli ímóti forsetanum, er umboðsmannatingið ákærin, meðan senatið er nevningating og í senatinum hevur republikanski flokkurin hjá forsetanum meiriluta. Leygardagssendingin er nú byrjað aftur, og hesaferð bjóðar hon ein kaffiduss og eitt prát við Edith Dahl Jacobsen, Kjakaríið vi Trinu Eysturoy, Allan Dalsgarð og Rigmor Dam, sum Eyðfinn Jensen skipar fyri, og so hava vit boðið Signari í Homrum og Janusi Rein at pella fyri okkum og tykkum lurtarum, og hvør man duga best Tíðliga um morgunin, tann 28. september í 1994, var Estonia á veg til Stockholm úr Tallinn í Estlandi. Tað var ringt veður og sambært kanningum hava aldur rivið bóvportrið frammi á skipinum leyst ella heilt av. Sjógvur skolaði inn á dekkið og skipið sakk. Tað gekk sera skjótt fyri seg. Eftir at sjógvur byrjaði at skola inn á dekkið, gekk ein tími inntil ferjan sakk. Minnigarhald var hildið í Svøríki í dag. Ein av røðarunum var forsætisráðharrin Stefan Løfven. Millum annað segði hann, at vanlukkan skakaði alt landið. Tað eru framvegis ivamál um júst hvat hendir tá Estonia sakk. Ein av teimum 137 fólkunum, sum kom frá vanlukkuni við lívinum, er Kent Harstedt. Hann talaði eisini á minningarhaldinum og bað um eina nýggja altjóða kanning, fyri at staðfesta júst hvat hendi. Staðfestast kann nú, at Estonia fór úr Tallinn, hóast hon í veruleikanum ikki var skikkað til sigling. Vit mugu avgreiða ivamálini, segði hann. 17 Prís tær veri, Guð, vár faðir 26 Alveldis drottur 134 Rita navn títt mær í hjarta 353 Harrin rættir út sín arm 364 Lat Jesus leiða teg fram á lívsins veg 305 Leið meg Gud á lívsins veg Ovi Brim prestur prædikaði, Krista Magnussen var deknur, við orglið sat Mikael Jóhan Heinesen og klokkari var Ólavur Magnussen. Kirkjukórið sang til preludium Eg takki, Guð, tær hvørt eitt bil og eftir apostólsku signingina Bøn. Mikael Jóhan Heinesen var kórleiðari. Tøkningur í kirkjuni var Johnny Olsen. Ein meiningakanning vísir, at umhvørvið er tað sum hugtekur tær 8,8 milliónir fólkini í landinum mest, og hevur verið nógv umrøtt í valstríðnum, skrivar franska tíðindastovan, AFP. Frælsisflokkurin stendur aftur til at gerast størsti flokkurin í tjóðartinginum, samstundis sum tey Grønu, sum ikki fingu umboðan á seinasta vali, stendur til at fáa størstu framgongdina. Eysturríki er á odda, tá talan er um grønan landbúnað og varandi orku, men tað gongst illa at minka um útlátið av vakstrarhúsgassi. Frá 1990 til 2017 var Eysturríki eitt av fimm londum í ES, har útlátið vaks, samstundis sum útlátið í øllum ES londunum minkaði við einum fimtaparti. BBC skrivar, at tjóðartingið í Wales var tað fyrsta at samtykkja veðurlagskreppu, og stutt eftir gjørdu bæði skotska og bretska parlamentið tað sama. Teir eru skuldsettir fyri ikki at hava tikið fleiri ávaringar í álvara, áðrenn skipið fórst. Minst 260 fólk druknaðu av teimum 480 fólkunum, sum vóru umborð á skipinum. Myndugleikarnir á Malta søgdu seg ikki hava ábyrgdina av libyska skipinum, tí tað var statt bara 60 fjórðingar úr italsku oynni, Lamedusa, og eitt italskt sjóverjuskip var bara 45 minuttir frá libyska skipinum. Meðan myndugleikarnir í Italia og á Malta ikki kundu semjast um, hvør skuldi hjálpa skipinum, sakk skipið. 26 deyð vórðu funnin, men 240 fólk komu ikki afturíaftur, teirra millum vóru 60 børn. Eina viku frammanundan druknaðu minst 360 fólk útfyri Lampedusa. Tann hendingin fekk nógva umrøðu, bæði í italskum og altjóða miðlum. Tær hava verið einaráðandi í føroyskum fótbólti, KÍ kvinnurnar, seinastu mongu árini. 17 ár upp í slag vunnu tær FM, men í fjør og fyrraárið æt føroyameistarin EB Streymur Skála. So er ikki longur. Nú eitur føroyameistarin aftur KÍ. Tað gjørdist greitt fyri tveimum vikum síðani, tá liðið úr Klaksvík í næstsíðsta umfari kom fýra stig framum HB, sum harvið ikki kundi yvirhála KÍ aftur á seinasta leikdegi. Sigrun Sirdal legði KÍ framum eftir bara fimm minuttum, men seks minuttir eftir steðgin javnaði HB, tá Elmi Isaksen stýrdi bóltin í egið net. Serligi sendimaðurin hjá ST í Sýria, norðmaðurin Geir O. Pedersen, skal leggja nevndini lag á samáðingarnar. Ætlanin er, at grundlógarnevndin skal hava høvuðssæti í Geneve, upplýsir samráðingarleiðarin. 150 limir skulu vera í nevndini. Ein triðingur skal veljast av stjórnini, ein triðingur av andstøðuni, meðan ST skal tilnevna seinasta triðingin. Ósemja hevur verið um grundlógina, tí stjórnin vil bert gera smávegis broytingar í verandi grundlógini í Sýria, meðan andstøðan vil hava eina nýggja grundlóg fyri landið. Seinastu tíðina hava herdeildir hjá Bashar al Assad, forseta, við hjálp úr Ruslandi, tikið stór økir í Sýria, og mett verður, at stjórnarherurin hevur valdið á 60 prosentum av landinum. Svenska gentan, Greta Thunberg, tók øll á bóli, tá hon í vikuni helt eina dundurtalu um veðurlagsbroytingarnar á veðurlagsráðstevnuni hjá ST í New York. Ymiskt er, hvussu røðan var móttikin kring heimin, og 16 ára gamla gentan hevur fingið ymisk skoðsmál, síðani hon helt røðuna. Bill Justinussen, løgtingsmaður er eisini á aðalfundinum hjá ST. Hann sigur við Kringvarpið, at tað er ongin ivi um, at tey ungu hava eina sterka rødd, og politikarar eru samdir um, at tey ungu skulu takast í álvara og skulu hava ein tíðandi leiklut í framtíðarpolitikki. Samanumtikið umboðar Greta Thunberg eitt ættarlið, sum fortelur politikkarum at tað er neyðugt at taka veðurlagsbroytingar í størri álvara enn áður og eg haldi avgjørt at tað eru nógvir politikkarar sum taka tann boðskapin til sín og lurta eftir hvat serfrøðingar siga um hetta. Veðurlagsfrágreiðingin fyri 2019, sum varð løgd fram til ST aðalfundin, er skrivað av 100 granskarum úr 36 londum og er grundað á úrslit frá 7.000 vísindaligum kanningum. Tí ber illa til at síggja burtur frá hesum avbjóðingunum, sum liggja í veðurlagsbroytingunum. Greta Thunberg hevur megnað at varpa eitt ógvuliga kraftmikið ljós á júst hetta, sigur Bill Justinussen úr New York. Amerikanski forsetin, Donald Trump, vil sleppa at hitta varskógvaran, sum boðaði frá samskiftinum millum Trump og ukrainska forsetan. Tað skrivar forsetin á Twitter. Donald Trump sigur, at hann heldur seg hava rætt til at hittan ákæran, sum hann tekur til, andlit til andlits. Varskógvarin, sum sambært fleiri amerikanskum miðlum, starvast í amerikansku fregnartænastuni, gjørdi í summar vart við samskiftið millum Trump og ukrainska forsetan, Zelenskij. Forsetin verður ákærdur fyri at hava misnýtt vald sítt fyri at royna at tvinga ukrainska forsetan at finna upplýsingar, sum kundu dálka fyrrverandi varaforsetan, Joe Biden, og son hansara, Hunter Biden. Varskógvarin sigur eisini, at Hvítu húsini hava roynt at krógva samskiftið í einari kt skipan, sum verður brúkt til at krógva upplýsingar, ið eru serliga viðkvæmar fyri trygdina i USA. Sjónvarpsstøðin, CBS, sigur, at samveldismyndugleikarnir í USA verja varskógvaran í løtuni, tí viðkomandi stúrir fyri trygdini, men tað vísir ein advokatur hjá varskógvaranum aftur. Hann sigur, at eingin avtala er gjørd við myndugleikarnar. Hinvegin er avtalað, at varskógvarin skal geva frágreiðing í einari hoyring i kongressini. Nancy Pelosi í demokratiska flokkinum, sum er forkvinna í umboðsmannatinginum, hevur boðað frá, at nú verða fyrstu stigini tikin at fyrireika eitt ríkisrættarmál móti Donald Trump, forseta. Ein brúkarafelagsskapur hevur stevnt fyri mongu saksøkjararnar, sum krevja endurgjald frá Volkswagen, eftir at svikið við útlátinum frá dieselbilunum varð avdúkað í 2015. Brúkarafelagsskapurin, Vzbv, sigur, at Volkswagen elvdi teimum, sum keyptu bilar, skaða, tí bilverksmiðjan setti ritbúnað, software, í nýggju bilarnar. Fáa tey, sum hava stevnt, viðhald, noyðast tey hvør í sínum lagi at seta krøv móti bilframleiðaranum. Málið er stórt og fløkt, og Volkswagen væntar ikki, at dómur fellur fyrr enn í fyrsta lagi í 2023. Síðani kann ganga eitt ár aftrat at viðgera einstøku krøvini, og tá er marknaðarvirðið á bilunum fallið so nógv, at bíligasta loysnin er at keypa bilarnar aftur, skrivar DPA. Vzbv hevur sagt, at felagsskapurin er til reiðar gera semju við Volkswagen til tess at sleppa undan einum drúgvum rættarmáli. Volkswagen hevur viðgingið at hava svikað við útláti í 11 milliónum bilum i øllum heiminum. Dieselgate gølan, sum hon verður nevnd, hevur higartil kostað kendu týsku bilfyritøkuni meira enn 30 millardir evrur, ella 224 milliardir krónur í okkara peningi, í bótum, endurgjaldi og løgfrøðiligum útreiðslum. Lars Olsen gevst sum landsliðsvenjari á nýggjárinum, tá sáttmáli hansara við Fótbóltssamband Føroya gongur út. Tað kom fram á tíðindafundi fyri lítlari løtu síðani. Seinastu dystirnir hjá Lars Olsen, sum venjari fyri A landsliðið hjá monnum, verða sostatt heimadystirnir ímóti Rumenia og Malta og útidystirnir ímóti Norra og Svøríki. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir hevur mangan verið fyri atfinningum í sínum politiska lívi, men at vera opin um sín hugburð og meiningar og ikki tosa øðrum eftir munninum, heldur hon vera ein av sínum eginleikum. Í samband við at Rasmus Seebach hevur 10 ára hátíðarhald, vil hann fegin geva nakað aftur til sínar trúgvu fjepparar. Fólk, ið arbeiða fyri Rasmus hava tí leitað seg fram til, hvørjir hesir fjepparar kundu verið og ein teirra, sum er valdur út, er 13 ára gamli Gutti Eliassen. Tískil sleppur Gutti til Danmarkar, har hann skal vera saman við Rasmus ein heilan fyrrapart. Mamma Gutta, Súsanna Eliassen, sendi í fjør ein teldupost til heimasíðuni hjá Rasmus. Í teldupostinum greiddi hon frá um Gutta, hansara avbjóðingar og um, hvussu hann elskaði tónleikin hjá Rasmus. Tá hoyrdi hon einki aftur frá teimum. Men mánadagin fyri viku síðani, varð hon uppringd av danskari kvinnu, sum arbeiðir fyri Rasmus Seebach. Hon segði sum var, at tey høvdu lisið nógv fjepparabrøv og høvdu valt Gutta sum ein av fáum, ið sleppur at hitta Rasmus. Súsanna varð ovfarin og vildi í fyrstani ikki trúgva kvinnuni hinumegin hornið. Men satt var. Ikki nokk við, at Gutti sleppur at hitta Rasmus hann sleppur eisini at leggja dagskránna fyri, hvat teir skulu gera saman. Gutti hevur nógv ynskir millum annað vil hann telva, í tivoli og syngja sangir saman við fyrimyndini. Ári Mohr Jónsson, Eli Falkvard Nielsen, Jóannes Kalsø Danielsen og Adrian Justinussen eru fýra leikarar, sum annaðhvørt hava spælt sera lítið ella als ikki á landsliðnum. Men eru saman við 19 øðrum boðsendir til landsliðsuppgávurnar á heimavølli tann 12. og 15. oktober. Verjuspælarar Atli Gregersen Viljormur i Heiðunum Davidsen Gilli Ro lantsson Sørensen Magnus Egilsson Jo annes Kalsø Danielsen Heini Vatnsdal Ro gvi Baldvinsson Andrias Høgnason Eriksen A ri Mohr Jo nsson Miðvallarar Eli Falkvard Nielsen Hallur Hansson Brandur Hendriksson Olsen A rni Frederiksberg Sølvi Vatnhamar Jo annes Bjartali ð Kaj Leo i Bartalsstovu Adrian Ru nason Justinussen Ein fortreyt, sum serliga ávirkar framroknaðu fíggjarlógina, er tann, at inntøkur frá veiðigjøldum á makreli, sild og svartkjafti ikki eru tiknar við. Broytingarnar í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2020 verða so gjørdar í Fíggjarnevndini, sum fær broytingaruppskot frá landsstýrinum. Tær størstu eru til H bygningin á Landssjúkrahúsinum, sum skal hava 21 milliónir krónur, og til Hvalbiartunnilin, sum skal framskundast og tí hava 21 milliónir krónur afturat í ár. Biðið verður um 2,6 mió, krónur til Strandfaraskip landsins og millum tær nógvu eykajáttanirnar annars eru 4,7 milliónir krónur til gerðarrættarmál millum Landsverk og TG Verk um Glasir. Hann segði, at hann ætlar at leggja fyri tingið uppskot um nýggja fiskivinnulóg við teimum broytingum, sum eru í samgonguskjalinum. Útlendskur ognarlutur í fiskivinnuni heldur fram, men lækkar niður í 25 prosent hjá teimum útlendingum, sum í framtíðini seta pengar í føroysku fiskivinnuna á sjógvi. Og fiskidagaskipanin heldur fram. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, legði fyrrapartin fram frágreiðing um fiskivinnulóggávuna. Frágreiðingin skal siga, hvussu sjófeingið verður umsitið, hvørji rættindi eru at fiska uttan fyri føroyskan sjógv, og, ikki minst, hvørjar ætlanir, landsstýrismaðurin hevur. Tunlarnir eru ikki gloymdir, hóast teir ikki eru nevndir í fíggjarlógini, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum. Hettar var dagurin har Lars Olsen takkaði fyri seg og at stríðið um FM mest sannlíkt fer at standa millum KÍ og B36. Oddbjørn Joensen, Tróndur Arge, Teitur Joensen og Jákup Ósá taka saman um 24. umfar í Betri Deildini og so verður úttøkan til landsliðið eisini umrødd. NASA hevur gjørt av at lata Lockheed Martin 20 milliardir krónur, so fyritøkan kann byggja fýra rúmdarskjól til rúmdarfólkini. Pláss verður fyri fýra rúmdarfólkum í hvørjum skjóli. Avtalan ber í sær, at amerikanska virksemið á mánanum skal mennast. Tað hevur so aftur við sær, at nógvar kanningar skulu gerast, sum skulu slóða fyri at senda fólk á Mars, sigur stjórin í NASA, Jim Bridenstine. Rúmdarskjólini skulu nýtast til at senda fólk upp á mánan og fáa tey heimaftur, og seinni til at senda fólk til Mars, og fáa tey heim aftur haðani. Ein roynd við eini ómannaðari rakett skal gerast næsta ár, og í 2022 skal fyrsta mannaða rúmdarfarið sendast á mánan. Ein kvinna og ein maður skulu vera við í ferðini til mánan í 2022. Ætlanin er at byggja eina miðstøð á mánanum, so fólk javnan kunnu ferðast millum mánan og jørðina, stendur í fráboðanini frá NASA, skrivar Ritzau. 63 ára gamli Trúgvi Samuelsen er seinasta skúlabarnið á Borðuni. Hann keddi seg ikki eina løtu. Hann var vinmaður við teir vaksnu menninar og slapp millum annað við teimum at veiða fugl. Kortini sníkti hann seg sjálvur onkuntíð í bjørgini. Asbjørn Østerø, dagligur leiðari fyri vitarnar í Føroyum, greiðir frá linsuni í vitanum, sum er tann upprunaliga frá 1800 talinum. Hákun Torkilshøj sigur, at linsan í Nólsoyar vita er ein av teimum trimum størstu linsunum í heiminum. Sum ungur maður var Hákun avloysari á Borðuni í seks ár. Gunnvá Zachariasen lesir eitt skriv, sum mamman hevur skrivað um barnaárini á Borðuni. Hon skrivaði tað til sína ommudóttir í sambandi við eina skúlauppgávu. 92 ára gamla Julianna Samuelsen var saman við manninum Olafi og familjuni á Borðuni í 16 ár. Hon sigur, at hjá konunum var nógv at gera, tí eingin var at gera nakað fyri tær. Nólsoyingurin Hilmar Joensen var nógv á Borðuni saman við pápanum, ið arbeiddi har í nógv ár. Hilmar sigur, at Borðan var sum eitt ævintýrland. 21 milliónir krónur skulu játtast afturat í ár til H bygningin á Landssjúkrahúsinum. Hetta er partur av eykajáttanarlógini, sum varð løgd fyri tingið í dag. Hóast fleiri hava gitt í langa tíð, at føroyska landsliðið skal hava nýggjan venjara, kom tað eitt sindur óvæntað, at Lars Olsen júst nú boðaði frá, at hann gevst, tá sáttmálin gongur út um árskiftið. Tey bæði seinastu árini hevur EB Streymur Skála verið besta landskappingarliðið í Føroyum, men fyri fyrstu ferð síðani 2016 eru KÍ aftur føroyameistarar. Grannauppgerðin millum B36 og HB endaði við javnleiki. Í tveimum umførum var HB á odda, men tað eydnaðist B36 at koma aftur í aftur í evstu løtu. Verjuspælarar Atli Gregersen Viljormur i Heiðunum Davidsen Gilli Ro lantsson Sørensen Magnus Egilsson Jo annes Kalsø Danielsen Heini Vatnsdal Ro gvi Baldvinsson Andrias Høgnason Eriksen A ri Mohr Jo nsson Miðvallarar Eli Falkvard Nielsen Hallur Hansson Brandur Hendriksson Olsen A rni Frederiksberg Sølvi Vatnhamar Jo annes Bjartali ð Kaj Leo i Bartalsstovu Adrian Ru nason Justinussen Hans Olav Brenner bjóðar kendurm norðmonnum upp á loftið á Deichmanska høvuðsbókasavninum í Oslo. Og fólk á gøtuni koma við sínum yndisbókum. Lógin um familjuískoyti er broytt tvær ferðir í ár. Fyrru ferð var í januar. Tann broytingin varð mett at kosta tvær milliónir krónur, og tær vórðu settar í fíggjarlógina fyri 2019. Seinna broytingin kom 1. mai. Hon kostar tríggjar milliónir krónur, men teir pengarnir eru ikki játtaðir. Framrokningar vísa nú, at neyðugt er at hækka játtanina til familjuískoyti 2,8 milliónir krónur, sigur landsstýrið. Síðani januar 2017 hava støðugt fleiri fingið familjuískoyti. Í juni í ár fingu 331 fólk familjuískoyti. 230 teirra fingu hækkaða útgjaldið, tí inntøkan var so lítil. Hjá teimum við lægstu inntøkunum hækkaði familjuískoytið í vár 2.000 krónur um mánaðin, so familjur við einum barni nú kunnu fáa upp í 4.000 krónur um mánaðin skattafríar. Fyri hvørt barnið aftrat tí fyrsta hækkar familjuískoytið 500 krónur um mánaðin. Í fjør fingu 391 familjuískoyti. Í 2017 var talið 365, og tað var 319 í 2016. Í ár eru seld 108.000 tons av fiski á uppboðssølu fyri tilsamans umleið 188 milliónir krónur. Tíggju uppboðssølur av veiðirættindum hava verið í ár Á afturlatnu uppboðssølunum vórðu seld tilsamans 65.000 tons fyri umleið 120 milliónir. Á opnari uppboðssøku vórðu seld góð 43.000 tons fyri 68 milliónir krónur. Tað verður upplýst í frágreiðingini um fyrisiting av lógini um sjófeingi, sum Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, legði fyri tingið í gjár. Haraftrat verður rindað veiðigjald av uppsjóvarfiski, sum ikki verður seldur á uppboðssølu. Higartil í ár eru goldin 73 milliónir krónur í veiðigjøldum. Í fjør vóru veiðigjøldini tilsamans 160 milliónir. Jacob Vestergaard sigur í frágreiðingini, at nýggja landsstýrið ætlar at umleggja kvotur, sum eru seldar sum trý og átta ára rættindi, til loyvi við 10 ára uppsøgn. Eftir uppboðssølutíðarskeiðið skal rindast tilfeingisghald. Tað verður eisini galdandi fyri øll rættindi á Flemish Cap og í Barentshavinum. Tilfeingisgjaldið verður grundað á yvirskot, har lagt verður upp fyri rentu, oljuprísi og fiskaprísi, soleiðis at inntøkurnar hjá landskassanum við verandi fortreytum vera umleið tær somu sum í fjør, sigur Jacob Vestergaard. Tað siga ónevndar keldur fyri BBC og The Telegraph. Eftir øllum at døma ber ætlanin í sær, at eingin tollmúrur verður á markinum millum Írland og Norðurírland. The Telegraph skrivar, at Boris Johnson ætlar at skipa eitt búskaparligt øki í Írlandi. Tað skal tryggja, at matvørur og landbúnaðarvørur sleppa ótarnaðar um markið. Írska sjónvarpsstøðin, RTE, skrivar, at ætlanin er at hava tollmiðstøðir, sum tær verða nevndar, báðumegin markið. Men írski uttanríkisráðharrin, Simon Coveny, hevur longu víst hesi ætlanini aftur. Hetta er ein deyðfødd ætlan, skrivar uttanríkisráðharrin á Twitter. Tíðin er komin, at ES fær eitt uppskot frá Bretlandi, sum álvari er í, skal Brexit verða veruleiki seinast í oktober. Norðurírland og Írland hava betri uppiborið, sigur írski uttanríkisráðharrin. ES hevur leingi eftirlýst ítøkilig uppskot úr Bretlandi í spurninginum um markið millum Norðurírland, sum fer úr ES saman við Bretlandi, og Írland, sum verður verandi í ES. Bretland skal eftir ætlan fara úr ES 31. oktober. Kári P. Højgaard vaks upp á Strondum og flutti sum fýra ára gamal yvir um fjørðin til Saltangará. Hann gekk í skúla á Glyvrum og tók realprógv í 1968. Meðan hann gekk í skúla, arbeiddi hann sum postboð í fleiri ár fyri Esbern Simonsen á Høgabóli. Í 1968 fór Kári til skips. Var fyrst við trolaranum Havborgini av Toftum og síðani til lands í Grønlandi, har hann róði út við Sigmundi II av Toftum í 1969. Hetta var seinasta árið, føroyingar róðu út í norðaru havn í Ravnsoynni. Fiskiskapurin var vánaligur, tí ísurin darvaði illa. Í ár hevur Kári gingið og súkklað so nógv, at hann hevur mist 18 kilo. Prísurin á skinnum er fallin so nógv, at tað ikki loysir seg at selja tey, sigur Jógvan Nordendal, stjóri í familjufyritøkuni Oikos, sum útflytir skinn. Fyrstu níggju mánaðirnar í ár skrásetti Akstovan 2.494 nýggj akfør, 209 fleiri enn somu tíð í fjør, vísa nýggjastu hagtølini hjá Akstovuni. Vøksturin er góð níggju prosent. 1.804 nýggir persónbilar eru skrásettir í ár, tað eru 103 fleiri enn somu tíð í fjør sambært tølunum. Mest seldu bilmerki í ár eru Volkswagen, Toyota og Ford. 207 brúkt akfør eru innflutt higartil í ár, 22 færri enn somu tíð í fjør. Vit hoyra upptøkur frá túrinum hjá Tórshavnar Manskóri í Tallinn og so eru nakrir sangir, sum eru tiknir upp í 1960 í heiminum há Rigmor Restorff Rasmussen. Andrias Reinert syngur og Rigmor spælir klaver. Tá til dømis ein av Kardashian systrunum er í okkara klæðum, og leggur myndir á netið, síggja vit tað aftur í søluni, sigur Sonja Davidsen. Morgunsendingin skiftir eisini orð við Sóley Heradóttir Hammer, leiðari í Hugskotinum, og Kitty May Ellefsen, ið hevur tikið stig til íblástrarkvøldið. Vit kenna hann øll frá skemtiligu bókunum og frá barnaútvarpinum drongin, sum tey kallaðu Vitello, sum býr saman við mammu síni beint við ringvegin og leingist eftir einum ordiligum pápa. Søgurnar um Vitello, eftir Kim Fupz Aakeson eru bæði stuttligar, rørandi og viðkomandi hjá bæði børnum og vaksnum. Nú verður møguleiki at uppliva søgurnar um Vitello sum sjónleik á Tjóðpallinum. Gunvor Reynberg hevur gjørt til leik burturúr kendu bókunum og Lars Fjeldmose hevur gjørt tónleik til. Leikarar eru Jákup Dahl Wardum, Torkil Búason Tórgarð, Katarina G. Nolsøe og Sóley Danielsen. Leikstjóri er Hans Tórgarð. Í sjónleikinum Vitello leitar Vitello eftir einum pápa, sum hann kann vísa sínum troyttandi vinum tvillingunum Max og Hassa og lortunganum Williami. Á vegnum fær Vitello eina ólekra gentu, hittir ein deyvan pylsumann og eisini Gud. Bókadeild Føroya Lærarafelag hevur higartil givið út 6 av teimum 14 bókunum um Vitello, sum Sjúrður Gullbein hevur týtt til føroyskt. Nú eingin nebbasild er, etur toskurin krabbadýr á botni, slangustjørnur, ella ormastjørnur, sum tær eisini verða kallaðar, sjónotur, øður og flatfisk, sigur Petur Steingrund. Eitt fólk hevur latið lív og níggju onnur eru særd í einari atsókn í einum yrkisskúla í finska býnum, Kuopio, skrivar finska kringvarpið, YLE . Eitt fólk er handtikið, og tey særdu eru koyrd á sjúkrahúsið í býnum, upplýsir løgreglan. Boðini um atsóknina komu klokkan 11 50 okkara tíð. Økið, har skúlin er, er í løtuni avbyrgt. Atsóknin varð framd á einum yrkisskúla, ið er sambygdur við eina keypsmiðstøð í finska býnum, Kuopio. Vitni siga, sambært Hufvudsstadsbladet, at gerningsmaðurin hevði svørð við sær inn á skúlan. Løgreglan váttar, at hon loysti skot av undir atsóknini. Tlmælið um mest loyvdu veiðu av makreli veksur 20 prosent sammett við 2019, tilmælta svartkjaftaveiðan veksur tvey prosent, men tilmælið um norðhavssild minkar 11 prosent. Luttakarar, Jón Brian Hvidtfeldt, Brynhild Thomsen, Inna T rnroos, Sonja Davidsen, Sóley Heradóttir Hammer, Kitty May Ellefsen, Hans Tórgarð, Jákup Dahl Wardum, Louisa Glerfoss og Gunn Møller Nýggi føroyski landsliðsvenjarin verður ikki føroyingur. Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambandi Føroya, segði í gjár, at tey arbeiða við eini útlendskari loysn, nú avloysari skal finnast fyri Lars Olsen, sum gevst, tá sáttmáli hansara gongur út um ársskiftið. Og sambært Halli Hansson, sum hevur verið ein av lyklaleikarunum á landsliðnum undir Lars Olsen, hevði venjari hansara í AC Horsens hóskað væl sum nýggjur føroyskur landsliðsvenjari. Hann er ein frálíkur venjari. Eg eri sannførdur um, at hann hevði lyft bæði landsliðið og føroyskan fótbólt sum heild, sigur Hallur Hansson við Jyllands Posten. Sambært Halli Hansson høvdu føroyska landsliðið og Bo Henriksen verið eitt gott par, tí talan er um ein venjara við nógvari orku, ið stuðlar sínum leikarum væl. Sjálvur sigur Bo Henriksen, at hann hevur tvey ár eftir av sáttmálanum við AC Horsens, har hann trívist væl. Tí hevur hann ongar viðmerkingarnar til gitingarnar um, at hann møguliga skal avloysa Lars Olsen. Thomas Schiøler sigur í dag í samrøðu við útvarpið, at hann hevur fingið eitt dreymastarv í Danmark, og at hann tí gevst á Landssjúkrahúsinum. Samstarvið við leiðsluna hevur verið gott. Tað kann vera ein avbjóðing, at koma til Føroyar at arbeiða, tá tú ikki hevur røtur her, sigur Thomas Schiøler. Tað gekk striltið, at seta varastjórastarvið á Landssjúkrahúsinum fyri útivið við einum ári síðani, tá Thomas Schiøler varð settur í starvið 1. november. Starvið varð lýst leyst tvær ferðir. Ta fyrru ferðina var bara ein umsókn. Seinnu ferðina, starvið varð lýst leyst, komu fimm umsóknir til starvið. Takið á Listasavninum lekur, og tann lekin skal tettast, so myndlistaligi mentanararvur Føroya ikki forferst, stendur í uppskotinum um eykajáttanir, sum er komið úr landsstýrinum. Listasavn Føroya hevur boðað Mentamálaráðnum frá, at trupulleikar eru við lekum í savninum. Í fyrsta umfari krevur takið í nýggjara partinum av Listasavninum eina bráðfeingis umvæling. Umvælingin skal forða fyri, at vatn kemur til veggirnar í Listasavninum, har myndirnar hanga. Listasavnið er longu farið undir umvælingarnar. Ætlanin var, at sjálvsognarstovnurin fyri Listasavnið sjálvur skuldi fíggja umvælingararbeiðið. Arbeiðið er tó vorðið størri enn væntað. Løgtingið verður tí biðið um 500.000 krónur til bráðfeingis umvælingarnar. Listasavnið hevur boðað Mentamálaráðnum frá, at komandi árini krevur Listasavnið eina stóra umvæling. Neyðugt verður at fyrireika ta verkætlanina væl, áðrenn farið verður víðari við málinum, sigur landsstýrið. Vit tosa við ein vegetar um, hví hann gjørdist vegetarur og hvønn týdning hetta hevur havt fyri lívið og gerandisdagin. Snorri Patursson, kostfrøðingur, hugleiðir um millum annað hvørji sløg av vegetarum fólk eru, um mettu og proteinir, um kynsbundnan mat og um status innanfyri matvørur. Vit tosa við danska professaran og granskaran Jan Tind Sørensen um, hvussu djóravælferðin er í kjøtframleiðsluni í okkara parti av heiminum, og Elisabeth Skarðhamar Olsen, ph.d. lesandi um hvussu nógv CO2 kjøtframleiðslan í heiminum útleiðir, og hvussu stóran mun ger tað fyri umhvørvið heldur at eta grønmeti enn kjøt. Jóhanna á Tjaldrafløtti lærir Gunnar Nolsøe at gera tveir leskiligir vegetarrættir, og so kemur Jóan Pauli Joensen, professara í útvarpsstovuna at tosa um søguliga føroyska matmentan. Tveir fyrrverandi stjórar tosa um, hví tað er so torført at fáa Strandferðsluna at rigga, og landsstýrismaðurin svarar atfinningunum. Meðan harðligir samanbrestir vóru millum mótmælisfólk og løgregluna í Hong Kong í dag, stórfagnaði Kina sær sjálvum, nú 70 ár eru liðin undir einaræðinum hjá kommunistaflokkinum. Vit tosa við føroyska sendiharran, sum eisini merkir sensurin í landinum. Og so útleggur fyrrverandi formaðurin í nýskipanarbólkinum skiftið í fiskivinnupolitikkinum, sum nýggja landsstýrið hevur sett sær fyri. Betri banki væntast eisini at koyra innlánsrentuna niður um null í nærmasti framtíð. Tað merkir, at tað kostar at hava pengar á bók. Familjan fær endiliga nýggjan køk. Erik Alfred ætlar at gera okkurt óvæntað og spennandi til børnini, og fær vitjan av einum skómakara. Og ein gamal Ford Mustang skapar onnur minni. Tvey fólk, sum dagliga selja og keypa gamlar lutir, fáa 10.000 krónur í part at handla fyri. Seinni verða lutirnir mettir av serkønum, og dagsins vinnari er tann, sum fær hægstu meting. Vit kenna teir øll. Psykopatarnar í gerandisdegnum, kaldir og kensluleysir av lyndi. Charlotte Bøving lækni er sannførd um, at pápi hennara var psykopatur. Úteftir var hann sjarmerandi og dugnaligur lækni, men heima var hann harðligur og manipulerandi. Í sendirøðini Tín psykopatur kannar Charlotte, hvat tað ger við okkum at vera í sambandi við ein psykopat, og hvussu til ber at koma burtur úr tí. Triði partur snýr seg um, hvat kann gerast, um stjórin er psykopatur. Charlotte hittir eisini Anders Wejrup, sum var stjóri í Nordisk Fjer undir tí psykopatiska stjóranum Johannes Pedersen. Tíðin í Nordisk Fjer fekk álvarsligar fylgjur fyri Anders, sum fekk tvey ára fongsulsdóm fyri svik. Maðurin, sum eitur Bastien Por e, er 31 ára gamal. Hann er 182 sentimetrar høgur, klænur, hevur blá eygu og piercing í høkuni og í høgra oyra. Tey, sum vita eitthvørt um mannin at siga, verða vinarliga biðin um at seta seg í samband við politiið, sum hevur telefonnummar 114. Fyrrverandi franski forsetin, Nicolas Sarkozy, skal í rættin at svara fyri seg í sambandi við, at hann er skuldsettur fyri at hava fíggjað forsetavalstríðið í 2012 á ólógligan hátt. Tað hevur kærudómstólurin í Paris nú boðað frá. Sarkozy er skuldsettur fyri at hava brúk tvífalt so nógvar pengar, sum tað er loyvt sambært franskari lóg til valstríð, tá hann stillaði uppaftur til forsetavalið. Hann brúkti 43 milliónir evrur, hámarkið er 22,5 milliónir krónur. Hóast dýrt valstríð, vann valevnið hjá Sosialistaflokkinum, Francois Hollande, forsetavalið. Verður Sarkozy dømdur, kann hann verða dømdur eitt árs fongsul og fáa 3.750 evrur í sekt. 13 onnur fólk eru skuldsett í málinum. Nicolas Sarkozy var forseti í Fraklandi frá 2007 til 2012. Hetta hendi bara fáar tímar eftir at Pyongyang segði, at kjarnorkusamráðingarnar við USA verða tiknar uppaftur, skrivar bretska kringvarpið , BBC. Onnur rakettin kom upp í 910 kilometrar hædd og fleyg 450 kilometrar, hetta er sostatt rakettin, sum er komin longst hetta seinasta árið. Vit hava eftirlit við støðuni um so er, at fleiri rakettir verða skotnar út, og vit eru tilreiðar, sigur herleiðslan í Suðurkorea. Talsmaður fyri japansku stjórnina sigur, at ein rakett varð skrásett í japanskum øki í morgun, og fáar minuttir seinni varð ein onnur rakett skrásett uttanfyri økið. Hetta er fyrstu ferð síðani spentu støðuna í november 2017, at ein rakett úr Norðurkorea kemur inn í serliga búskaparliga økið í Japan. Japan sigur hetta vera grovan ágang. Japanski forsætisráðharrin, Shinzo Abe, sigur, at hetta er greitt brot á ST samtyktina móti Norðurkorea. Vit fara at halda fram við samstarvinum við USA og altjóða samfelagið, og vit fara at gera okkara til, at varðveita og verja trygdina hjá okkara fólki, og vera tilbúgving, sigur Abe í dag. Heitt er skip á farleiðini millum Suðurkorea og Japan um at boða japansku sjóverjuni frá, um tey síggja nakað, sum kann hava við norðurkoreiska royndarskjóting at gera. Sambært japanskum miðlum er talan um rakettir við kúlum, sum lendu út fyri Shimane fylkið nærindis umstríddu oyggjunum í Japanshavi, sum eita Dokdo á koreiskum og Takeshima á japanskum. Dokdo Takeshima oyggjarnar vóru partur av Shimane í Japan frá 1905 til 1952, tá Suðurkorea lýsti økið at vera sítt. Norðurkorea sigur eisini, at oyggjarnar eru koreiskar. Hetta er aftursvar til, at norðurkoreiskir myndugleikar høvdu ávarað um, at teirra rakettir fóru at flúgva yvir eitt nú Shimane á veg til Guam. Í Antarktis er eitt meira enn 200 metrar høgt ísfjall loysnað. Ísfjallið, sum eitur D28, er 1.636 ferkilometrar til støddar, er 210 metrar tjúkt og vigar 315 milliardir tons. Hetta er størsta ísfjall í meira enn 50 ár, sum er loysnað frá ísinum við Suðurpólin, í økinum, sum verður nevnt Ameryísurin, skrivar bretska BBC. Ísfjallið, sum nú er loysnað í Antarktis, er undir neyvum eftirliti, tí tað er so stórt og kann verða til vanda fyri skipaferðsluna. Helen Fricker, professari við lærda háskúlan í Kalifornia, spáddi í 2002, at risastóra ísfjallið fór at loysna einaferð millum ár 2010 og 2015. Hon sigur, at veðurlagsbroytingar ikki eru orsøkin til, at D28 ísfjallið er loysnað frá Ameryísinum, skrivar bretska kringvarpið, BBC. Upplýsingar frá fylgisveinum frá 1990 og fram til nú vísa, at Ameryísurin er í lutfalsligari góðari javnvág við umhvørvið, hóast stórur partur av yvirflatuni bráðnar um summarið. Hóast nógv er at stúra um í Antarktis, so er eingin orsøk til alarm júst tí hetta ísfjallið er loysnað, sigur Helen Fricker við BBC. Seinastu útgávurnar hava verið ein blanding av nýggjum og gomlum sálmum, sum teir hava latið í nýggjan búna. Seinasta útgávan hjá teimum, Hymns 2, er ein slík. Shane og Shane eru í tøttum samstarvi við Keith og Krystlyn Getty. Teir eru fast inventar til stóru altjóða tónleikastevnuna kalla SING hjá The Gettys í Nashville. Shane og Shana hava verið sera aktivir og verið á eini áhaldandi konsertferð í meir enn 10 ár. Men nú hava teir valt at fokusera meir uppá undirvísing og eggjan til sang millum menniskju. Flogbóltssamband Føroya hevur seinnu árini skipað fyri fleiri altjóða kappingum á heimavølli, men tað eru heili 30 ár síðani, at A landsliðið hjá monnum hevur verið í altjóða kapping í Føroyum. Jan Hentze, liðleiðari,var partur av føroysla liðnum, sum vann gull á oyggjaleikum í Føroyum fyri 30 árum síðani. Hann heldur, at tað er gott, at liðið loksins sleppur at royna seg í altjóða kapping í Føroyum. Óli G. Samuelsen, viðmerkjari hjá FM, og Ársins eldsál í flogbóltinum, er ógvuliga spentur til kappingina. Menningin hevur verið stór, og hann væntar sær enn meira av yngra ættarliðnum, sum er á veg fram. Allir eru teir samdir um, at fyri at Føroyar skulu fáa veruligan fyrimun av heimavøllinum, er alneyðugt, at áskoðararnir møta væl upp til dystirnar. Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, tvíheldur um, at Bretland fer úr ES 31. oktober, sama um ein avtala fæst í lag ella ikki Forsætisráðharrin sigur, at stjórnin fer at kunngera eina nýggja ætlan um Brexit, men hann ger samstundis greitt, at ongar ætlanir eru um at biðja ES leingja freistina fyri Brexit. Vit fara at arbeiða fyri at fáa eina avtalu í lag við vinir okkara í ES, men sama hvat úrslitið verður, fara vit úr samveldinum seinast í hesum mánaðinum, segði Boris Johnson. Stjórnin hevur upplýst, at uppskotið verður sent til Brússel beint eftir, at Boris Johnson hevur hildið røðu sína á landsfundinum hjá konservativa flokkinum. Aftur hesa vetrarskránna hevur morgunsendingin ein serfrøðing við hvønn mikumorgun, og sum nakað nýtt var ein sexologur við í morgun. Nógvir spurningar komu inn, og serliga ein spurningur var afturvendandi hvussu kunnu pør kynda í glóðina aftur, sum er viknað við árunum. Meirilutin í stýrinum fyri Veks samstarvið hevur samtykt at broyta viðtøkurnar hjá samstarvinum, so Kvívíkar kommuna fær endurgjald fyri heimið, ætlanin er at byggja í Leynum, á sama hátt sum hinar tríggjar kommunurnar í eldasamstarvinum fáa fyri síni heim. Kvívíkar kommuna hevur keypt góðar 11.200 fermetrar av jørð frá Búnaðarstovuni fyri eina millión krónur, ella fyri 89 krónur fermeturin. Tað sama er at siga um svartkjaft. Har er veiðitrýstið minkað síðani 2015. Um norðhavssildina sigur ICES, at veiðitrýstið er vaksið síðani 2015. Men tað er tó mett at vera júst undir hámarkinum fyri, nær varsemi skal vísast. ICES hevur kunngjørt sítt tilmæli um mestu loyvdu veiðu í 2020. Tilmælið um makrel er 20 prosent størri enn fyri 2019, tilmælið um svartkjaft er eitt vet størri, tvey prosent, men tilmælið um norðhavssild er 11 prosent minni enn tað var fyri 2019. Strandalondini fara at viðgera makrelkvotuna í 2020 í London 15. oktober. Makrelavtalan frá 2014 millum ES, Noreg og Føroyar er galdandi til árslok 2020. Norðhavssildin verður viðgjørd 22. og 23. oktober, og 24. og 25. oktober fara londini at tingast um svartkjaftskvotuna. Strandalondini hava onga semju um svartkjaftsbýti og norðhavssildarbýti. Steffan Klein Poulsen í Miðflokkinum spyr um tunlarnar norður um Fjall. Jóhannis Joensen í Javnaðarflokkinum spyr um bussleiðina millum Vágar og Havnina. Jóhannis Joensen spyr, um Jørgen Niclasen fer at tryggja, at ferðaætlanin hjá Bygdaleiðum verður broytt, so næmingar, sum ganga í Glasi og búgva í Vágum, smidliga sleppa til og frá skúla. Hann spyr eisini, um landsstýrismaðurin fer at endurskoða ferðaætlanina millum Vágar og Havnina við atliti at ferðing til arbeiðis og frá arbeiði. Grein 52a fyrispurningar sipa til grein 52 í tingskipanini. Tingfólk kunnu seta løgmanni og landsstýrisfólkum skrivligar spurningar, sum ikki eru settir á annan hátt, um almenn viðurskifti. Løgmaður og landsstýrisfólk kunnu eisini, við skrivligari grundgeving, boða frá, at spurningur ikki verður svaraður. Í farnu tingsetu vóru 88 grein 52a fyrispurningar. LÍV eigur 60 prosent av partapeninginum og Magn 40 prosent. Flatnahagi, har nýggja vindmyllulundin verður, er frámerktur á kortinum niðanfyri. Hendrik Egholm, stjóri í Magn, sigur, at skal grøna orkuskiftið verða veruleiki, er avgerandi, at einkarrætturin hjá SEV at selja streym til vinnulívið og vanliga føroyingin, verður tikin av. Kapping um kundan hevur við sær betri prísir og nýskapan, eins og vit hava sæð á telemarknaðinum, sigur Hendrik Egholm í tíðindaskrivi. Jan Jakobsen, stjóri í LÍV, sigur, at tey fegnast um at kunna verða partur av grønu tilgongdini og at geva kundunum eitt nøktandi avkast. Henda íløgan er partur av samlaðu íløguætlanini hjá samtakinum, har vit millum annað vilja seta heimsmálini hjá ST á skránna, sigur hann. Vit hava nú fingið eina nógv meira nuanseraða mynd av Hans Andriasi og skaldskapi hansara. At skilja tann ljósa, fólksliga yrkjaran er, tá ið samanum kemur, ikki so einfalt. Men við hesum verkinum eru hurðar lætnar upp og ljós varpað á bæði kendar og ókendari síður av skaldinum Hans Andriasi. Millum mangt annað hetta sigur Turið Sigurðardóttir, bókmentafrøðingur, um verkið Hans Andrias eftir Hanus Kamban, sum hon ummælir í Nón. Hans Andrias Djurhuus er eitt skald, sum flest øll munnu kenna onkra yrking eftir. Barnarímur frá 1915 er helst hansara mætasta verk, og øll munnu kenna onkra yrking haðani. Bókin kom í eini tíð, tá ið føroyskt ikki hevði fingið fullgóðar sømdir sum mál í føroyska skúlanum, og tí fekk bókin sera stóran týdning fyri tilvit føroyinga. Í summar lat Hanus Kamban úr hondum stórverkið Hans Andrias eitt bókaverk í tveimum bindum um Hans Andrias Djurhuus. Turið Sigurdardóttir, bókmentafrøðingur, fer at ummæla verkið. Hvussu hava føroyskar bøkur tað í dag Hesar og aðrar spurningar viðgera vit í dagsins bókapráti, og tað verður saman við Jógvani Isaksen, bókmentafrøðingi og rithøvunda. Norðuri á Strond, skamt frá Haraldssundi, finna vit ein nýggjan og spennandi bygning monulitiskan á at líta, og sum SEV hevur latið byggja. Vit ummæla bygningin saman við Alberti Isfeld, arkitekti. 23. september rundaði Meginfelag áhugaleikara Føroya tey 40. Og saman við Noomi Reinert og Jógvan E. Ósá fara vit at skifta orð um søgu, nútíð og framtíð. Mítt listarverk er táttur, har fólk siga okkum um eitt listarverk, ið tey hava serligan tokka til. Og í dag hava vit vitjað heima hjá Mortani Carlsen. Og seinast í sendingini fara vit í Mentanarálmanakkanum, at frætta um nakað av tí, sum fer fram á føroyska mentanarpallinum komandi vikuna. Tú kanst hoyra sendingina her Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni, Hjálmar Hátún, havfrøðingur, Niels Uni Dam, samskiftisstjóri, Poula á Líðarenda, deildarleiðari á Taks og Nicolai Mohr Balle, stjóri fyri Talgildu Føroyar. Hóast SEV átti lægsta og næstlægsta prísin, so vóru tað MAGN og L V við sínum nýggja partafelag, sum fóru við teimum 18 kilowattunum av vindmegi, sum Umhvørvisstovan hevur boðið út. Orsøkin er, at SEV søkti um at seta vindmyllulund upp við Gellingarklett, men SEV hevur ikki atgongd til hendan hagan, sigur Ari Johannesson, virkandi stjóri á Umhvørvisstovuni. SEV hevði tríggjar umsóknir eina um Bøllureyn og EIÐI. Har var prísurin 23,3 oyru fyri kilowatt tíman. Hann var sostatt hægri enn prísurin hjá Magn, sum var 23,1 oyra. Hini bæði tilboðini frá SEV vóru um Gellingarklett og Hoyvíkshaga og Bøllureyn og Havnardalsbrúgv. Hesi bæði tilboðini høvdu lægri prís, enn Magn bjóðaði, men bæði umfataðu partar av haganum hjá Sigert Patursson, sum Vindrøkt hevur framíhjárætt til. SP F Vindrøkt hevði eina umsókn, og søkti um loyvi at seta eina vindmyllulund upp við Gellingarklett, har felagið hevur eina avtalu við Sigert Patursson um framíhjárætt, men við prísinum uppá 28,4 oyru fyri kilowatt tíman, slapp Vindrøkt ikki upp í part. Sostatt fingu hvørki SEV ella Vindrøkt nakran lut í vindmyllu útboðnum, sum var almnnakunngjørt í dag. Sambært Ara Johanesson verður nýtt høvi bjóða uppá at set vindmyllur upp í Hoyvíkshaganum innan nøkur ár. Umsitingin hjá Donaldi Trump, forseta USA, boðaði ígjár frá, at tollur verður lagdur á innfluttar vørur úr ES, eitt nú whisky, franskt vín, ost, týska ull og spanskar oliven. Heimshandilsfelagsskapurin, WTO, kunngjørdi í mai endaligu niðurstøðu sína, at ES stuðulin til Airbus hevur skatt amerikanska kappingarneytan, Boeing. Ein gerðarrættur sigur, at USA kann svara aftur við at leggja revsitoll upp í 100 prosent á innfluting úr ES fyri 7,5 milliardir dollarar um árið. Tað svarar til góðar 51,2 milliardir krónur í dag. Tað er nógv lægri enn kravið frá USA, sum var 11,2 milliardir dollarar, tað svarar til 75 milliardir krónur. USA fer, sambært Reuters, longu 18. oktober at leggja nýggjan toll á fleiri hundrað vørur, sum eru framleiddar í ES, sigur kelda í umsitingini hjá Trump. Millum annað verður tosað um 10 prosent uppá flogfør og 25 prosent uppá fleiri aðrar vørur. Trump hevur fyrr verið ónøgdur við fleiri landbúnaðarvørur, sum nú verða raktar Millum annað franskt vín, men eisini ostur úr so at siga øllum londum í ES, spanskar oliven, bretskt, skotskt og írskt whisky og ull, og eisini amboð og kaffi úr Týsklandi. Revsitollurin verður strikaður, tá stuðulin til Airbus steðgar. ES hevur frammanundan sagt, at samveldið fer at verja síni áhugamál og svara aftur, um amerikanarar seta í verk revsitoll. Airbus sigur, at amerikonsk revsitiltøk raka amerikanska búskapin, íroknað flogfeløg, ferðafólk og amerikanskar arbeiðstakarar og undirveitarar. Tað er minni enn ein vika síðani Hægstirættur einmælt staðfesti, at tað var ólógligt, tá Boris Johnson sendi tingið til hús, og John Bercow, tingformaður, kallaði tí tingið saman aftur. Í fráboðan frá Downing Street 10 stendur, at Johnson nú mælir drotningini til at senda parlamentið til hús 8. oktober, og kalla tað saman aftur 14. oktober, tá Boris Johnson fer at halda setanarrøðu. Boris Johnson fer neyvan at fáa somu mótstøðu og vreiði upp í fólki hesa ferð, tí steðgurin, sum hann mælir til, nú er nógv styttri og í takt við gongdina, tá nýggj stjórn skal kunngerða um politisku ætlanir sínar. Í veruleikanum fella bara tveir tingdagar 9. og 10. oktober, burtur, um drotningin eftirlíkar Borisi Johnson. Hann tvíheldur um, at Bretland fer úr ES 31. oktober, sama um avtala fæst í lag ella ikki. Tað var tó stór ósemja undir samgongusamráðingunum um málsøkjabýtið. Kjakast varð um átta og nýggju málsøkir, men tað vildi Bárður á Steig Nielsen ikki. Bárður á Steig Nielsen hevur altíð havt nógvar bóltar í luftini, men hóast hann nú er løgmaður, er ætlanin framhaldandi at vera virkin í ítrótti, seyðahaldi og fiskiskapi, sum hann heldur nógv av. Eg havi lært við árunum, at tíð er ikki nakað ein hevur, men tíð er nakað ein tekur sær. Skipar tú tær dagarnar væl, ber til at fáa nógv av skafti, sigur Bárður á Steig Nielsen. Tað sigur ES nevndarformaðurin, Jean Claude Juncker. Í gjár góðkendi heimshandilsfelagsskapurin, WTO, at USA kann leggja eykatoll upp á 7,5 milliardir dollarar á vørur úr ES. Orsøkin er, at evropeiska flogverksmiðjan, Airbus, hevur fingið bílig almenn lán, og tað er kappingaravlagandi fyri amerikansku flogverksmiðjuna, Boeing. Tí hava amerikanskir myndugleikar ávarað um, at USA fer at hækka tollin á evropeisk flogfør 10 prosent og 25 prosent á landbúnaðarvørur, sum til dømis ost, skinku, vín og whiskey. Erika Fatland er fødd í 1983, og hon er rithøvundur og útbúgvin sosialantropologur ella mannfrøðingur. Hon hevur skrivað fleiri bøkur, teirra millum Foreldrekrigen , ið er ein humoristisk barnabók Englebyen Fortellinger fra Beslam , ið snýr seg um harðrendu yvirgangsatsóknina í Beslam í Norður Kaukasus í september 2004 og ret uten sommer , sum er skrivað í kjarlarvørrinum av yvirgangsatsóknunum í Oslo og á Utøya á sumri 2011. Harumframt hevur hon skrivað bókina Markið Ein ferð kring Russland , sum Pauli Nielsen júst hevur umsett til føroyskt. Í hesari samrøðuni skifta vit orð við Eriku Fatland um eitt nú hesa bókina, eins og vit eisini nema við høgravíðgongdu yvirgangsatsóknina í Oslo og á Utøya í juli mánað 2011. Tú kanst hoyra samrøðuna her Í fjølbroytta og sera vakra SEV umhvørvinum norðuri á Strond, skamt frá Haraldssundi, finna vit ein nýggjan og spennandi bygning monulitiskan á at líta, og sum SEV hevur latið byggja. Vit ummæla bygningin saman við Alberti Isfeld, arkitekti, eins og Ingun Norðberg, ið starvast sum arkitektur á teknistovuni SNA Arkitektum, greiðir frá hugskotinum til bygningin. Integratión, Crossfitt og King s Singers eru millum evnini, sum Nón Panelið viðger í dag. Og dagsins panel verður mannað av Onnu Kalsø, Petur Hentze Niclasen og Jóannesi Eidesgaard. Hvussu lýsa vit kvinnur í sagnum, sum bert fáar søguligar keldur eru um Tvær nýggjar bøkur eru komnar út rithøvundurin Ingun Christensen kemur á gátt seinri í fyrra tímanum. Hann er ein sera fjølbroyttur maður, og eitt nú hevur hann lagt fleiri varðar eftir seg í tónleikahøpi. M. C. Restorff er gestur í Nón. Hvat eyðkennir lond, sum hava mark móti Russlandi Hesar og aðrar spurningar umrøða vit saman við norska sosialmannfrøðinginum Eriku Fatland, sum eisini nemur við yvirgangsatsóknirnar í Oslo og á Utøya í 2011. Tú kanst hoyra sendingina her Tað upplýsti nýggi landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, fyri løtu síðan á tingsins røðarapalli, tá uppskotið um fíggjarlóg fekk fyrstu viðgerð. Í eykajáttanarlógini, sum verður viðgjørd í løgtinginum beint nú, stendur, at H bygningurin á Landssjúrkahúsinum skal hava 21 milliónir krónur í eykajáttan í ár. Í vár koma annars fram, at nýggi H bygningurin fór at kosta í minsta lagi 80 milliónir krónur meira, enn løgtingið higartil hevur játtað. Jóhanna á Tjaldrafløtti er stjóri á Húsarhaldsskúla Føroya, eins og hon eisini er onnur teirra, sum hevur latið úr hondum matbøkurnar Lætt og Leskiligt. Í hesari frásøgnini ger Jóhanna á Tjaldrafløtti tríggjar hummus rættir, og tríggjar ymiskar ísar við frystum bananum. Allir rættirnir eru sunnir og kunnu borðreiðast fyri vegetarum. Uppskriftir Hummus 1 dós av kikertrum 1 2 bátar av hvítleyki 2 súpiskeiir av olivenolju best er við góðari og mildari olju Sevjan frá einari hálvari sitrón 1 teskei av rómverskari kumman spidskommen 1 2 teskei av koriander Møguliga 1 2 teskei av tara granulati 1 dl av vatni Smakka til við salti Skola ertrarnar og koyr í hvirluna saman við restini av tilfarinum og karva sundur til massin er vorðin bleytur og mjúkur. Smakka til við salti og møguligum øðrum kryddevnum. Reyðróta hummus Sama uppskrift, men tú skalt harumframt kóka 200 g av reyðrótum, sum verða koyrdar í hvirluna, har tær verða karvaðar sundur saman við restini av tilfarinum. Vegetarísur við bananum 3 frystar bananir, sum eru skornar í skivur áðrenn tær verða frystar 3 súpiskeiir av frystum skógarberjum 1 teskei av kakaopulvuri Bananirnar verða skornar í skivur áðrenn tær verða frystar. Og tær skulu verða í frystiskápinum í eitt samdøgur ella meiri. Koyr bananirnar í hvirluna, har tær verða karvaðar sundur. Hóast talan er um eina framskrivaða fíggjarlóg, har raðfestingar enn mangla, so undrast fyrrverandi landsstýriskvinnan í fíggjarmálum. Pensjónsfelagið LÍV eigur 60 prosent, meðan islendska Magn eigur 40 prosent av nýggju fyritøkuni, sum vann vindútboðið í Suðurstreymoy. Citybois er kærleiki og Thor og Anthon hava tey seinastu árini verið sum límaðir saman. Summarið byrjar við konsert á Skive Festival. Liv fellur altíð fyri teimum vánaligu monnunum, teimum, sum fara illa við henni. Tá tey unnustin og hon so fara hvør til sítt, er hon púra ólukkulig, tí tað kennist heilt ógjørligt at náa kærleikan, sum hon so gjarna vil uppliva. Oscar Bjerrehuus er 17 ár og sonur Oliver Bjerrehuus. Hjá foreldrunum er markið fyri tí normala ikki heilt sum hjá foreldrum flest. Oscar gongur nógv uppí at hava skipaðan gerandisdag og fáa sær studentsprógv. Oscar skal til casting á eini stórari altjóða modellstovu, men eitt skeið í leiklist vekir ringar kenslur frá barnaárunum. Hann fer at vitja mammuna og vónar, at tey kunnu tosa saman um alt hetta. Pápin skal halda føðingardag, men tað gongst ikki sum ætlað. Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumalum, segði í tinginum í gjár, tá fíggjarlógin fyri næsta ár var til fyrstu viðgerð, at nú tølini verða gjørd upp, kann H bygningurin fara at kosta 150 milliónir krónur meira enn mett. Jørgen Niclasen segði í Degi og Viku í gjárkvøldið, at tølini verða nú útgreinað, men ein so stór upphædd fer at binda fíggjarlógina í fleiri ár. Tølini í fíggjarlógaruppskotinum eru bara framskrivingar, men landsstýrið at biðja fíggjarnevndina um at gera broytingar í uppskotinum, tá raðfestingarnar eru gjørdar. Gurgin Bakircioglu, programmleiðari, og gamlir vinmenn kjakast dúgliga. Nú royna teir at koma fram til, hvat tú skalt hugsa um fyri at fáa gott kjak. Hvat er mest umráðandi at vinna ella lurta eftir meiningum hjá hvørjum øðrum Vit hoyra eisini, hvat fólk halda er mest troyttandi í kjaki. Amerikanski forsetin, Donald Trump, vil nú eisini hava kinesiska forsetan, Xi Jinping, at kanna fyrrverandi amerikanska varaforsetan, Joe Biden, og son hansara, Hunter Biden. Herfyri kom undan kavi, at Trump hevur heitt á ukrainska forsetan, Zelinskij, um at finna upplýsingar, sum kunnu dálka Joe Biden og son hansara. Nú heitir amerikanski forsetin eisini á Kina um at kanna feðgarnar. Donald Trump vísir til ein fund, sum Hunter Biden eftir øllum at døma hevur havt við ein kinesiskan handilsmann í 2013 á eini vitjan í Kina, sum Joe Biden, táverandi varaforseti, fekk í lag. Trump vil vera við, at á fundinum vórðu gjørdar undirhondsavtalur, sum góvu Hunter Biden ein nevndarsess í einum grunni. Tað hava bæði Joe og Hunter Biden víst aftur. Tá Trump hitti tíðindafólk í gjár, varð hann spurdur, um hann hevur biðið kinesiska starvsbróður sín, XI Jinping, um at kanna Biden húskið. Ein varskógvari boðaði frá telefonsamrøðuni millum Trump og Zelinskij, og tað hevur fingið demokratarnar í kongressini at taka stig til at fara undir eitt ríkisrættarmál móti amerikanska forsetanum. Adam Schiff, sum er formaður í fregnartænastunevndini í umboðsmannatinginum, sigur við tíðindastovuna AP, forsetin brýtur eiðin, sum hann gav, tá hann tók við sum forseti, við at biðja Kina um at kanna Joe Biden. Hetta er eitt ivamál, ið mangan verður avdúkað í vanligari talu. Men tað er í grundini lætt at minnast til hetta, tí reglurnar eru greiðar. Í vanligari talu vita vit vanliga, hvørjar fyrisetingar hoyra saman. Og tað eru júst tær somu, ið hoyra saman, tá ið tað snýr seg um staðarnøvn Ofta spyrja fólk Hvar ert tú frá og so verður svarið Eg eri frá Havn í staðin fyri Eg eri úr Havn , ella frá Sandi í staðin fyri av Sandi . Tað hevði verið betri, høvdu vit lært okkum at spyrja Hvaðani ert tú , tí so kann tann, sum svarar, velja ímillum í, av og frá og undan og innan , alt eftir, hvaðan viðkomandi er ættað ur, sigur Elin Henriksen, málkøn. Og bara fýra bygdir, har fyrisetingin er við frá frá Gjógv, frá Norðskála, frá Ljósá og frá Gøtugjógv. Alla aðrastaðni eitur tað annaðhvørt úr ella av. Ert tú í iva, so hygg inn á heimasíðuna hjá Umhvørvisstovuni, og skriva í leitirútin býir og bygdir í hvørjumfalli. Vel henda listan, og har standa allar fyrisetingarnar til býtir og bygdir í Føroyum. Tey flestu kenna til sagnirnar um Húsfrúnna í Húsavík og kanska eisini Løgmansdóttirina á Steig, Elin Katrinu. Men nú hava hesar sagnarkvinnur fingið nýtt lív, tí Ingun Christensen hevur skrivað tvær skaldsøgur ætlaðar ungum, um hesar kvinnur. Hetta eru tvær av fýra bókum, ið Ingun Christensen nú hevur skrivað við í kvinnusøgu okkara. Í 2017 kom skaldsøgan Annika í Dímun út, í 2018 kom Katrin í Toftum , ið eisini byggja á sagnir. Tað er ein spennandi kanningarferð aftur í tíð, at skriva um sagnarkvinnur, sigur Ingun Christensen. T hóast stórur partur av lýsingunum í bókunum eru fiktión, so tryggjar Ingun sær, at so nógv keldutilfar sum gjørligt verður kannað, áðrenn hon fer í holt við søgurnar. Skaldsøgurnar eru sostatt grundaðar á bæði søguligt keldutilfar, sagnir og fólkatrúgv, og hetta ger søgurnar spennandi at lesa hjá nútímans børnum og ungum. Húsfrúgvin í Húsavík snýr seg um Guðruna, ið er dóttir ein ríkan handilsmann úr Bergen og verður gift við einum føroyskum bónda. Guðrun er øðrvísi og illa lýdd á garðinum í Húsavík. Í Løgmansdóttrini á Steig verður Elin Katrina noydd at flýggja og krógva seg fyri skiparanum á einum fransaskipi, ið vil hava hana til konu. Í báðum førum eru tvídráttir millum hjarta, vilja og skil, spenningur og ein fangandi søga. Hoyr longu samrøðuna við M.C. Restorff, sum stóran part av lívinum var ímyndin av Hotel Hafnia, og sum eigur løg, ið allir føroyingar munnu kenna aftur. Føroyar eru við í nýggju, altjóða fótbóltskappingini hjá UEFA, eEURO 2020. Kappast verður í telduspælinum eFootball PES2020, og í november skulu føroysku e landsliðsleikararnir finnast í kapping, sum FSF og Føroya Tele skipa fyri í felag. Lat teg í føroysku litirnar og verð kanska Føroya fyrsti e landsliðsleikari í fótbólti. Nýggja fótbóltskappingin hjá UEFA, eEURO 2020, er ein e fótbóltskapping, har øll 55 UEFA limalondini fara at dystast í telduspælinum eFootball PES2020 um at vinna evropameistaraheitið í e fótbólti. eEURO 2020 Kappingin verður skipað við eini undankapping á netinum í vár og einum endaspæli, sum verður í London í juli 2020. Endaspælið í eEURO 2020 verður spælt samstundis, sum hálvfinalurnar í EM endaspælinum eru á skránni í London. Vinnarin av eEURO 2020 strýkur avstað við atgongumerkjum til EM finaluna á Wembley og eini peningaligari upphædd. UEFA rindar fyri ferðing og uppihaldi hjá øllum, ið kvalifisera seg til eEURO 2020 endaspælið. FM í e fótbólti Føroya Tele er høvuðsstuðul hjá føroyska e fótbóltslandsliðnum, og í felag fara FSF og Føroya Tele at skipa fyri føroysku kappingini, har nýggju føroysku e landsliðsleikararnir skulu finnast. Kappingin verður í november, og hon er samstundis fyrsta Føroyameistarakappingin í e fótbólti. Kappingin verður skipað soleiðis, at innleiðandi umfør verða á skránni í Saltangará, Sørvági, Klaksvík, Tvøroyri og Havn, meðan finalan verður spæld í Klingruni hjá Føroya Tele í Hoyvík. Í Sørvági verður húsið hjá 07 Vestur karmur um eitt innleiðandi umfar, meðan hini innleiðandi umførini vera í handlunum hjá Føroya Tele kring landið. Kappingin verður skipað í tveimum aldursbólkum einum bólki fyri tey, sum eru 15 ár og yngri, og einum fyri tey, sum eru 16 ár og eldri. Vinnarin av aldursbólkinum 16 ár og eldri verður Føroyameistari í sínum aldri og sleppir at umboða Føroyar í eEURO 2020 undankappingini, meðan vinnarin av aldursbólkinum 15 ár og yngri verður Føroyameistari í sínum aldursbólki. eEURO 2020 undankapping UEFA hevur sett sum krav, at luttakararnir í eEURO 2020 undankappingini eru 16 ár ella eldri, men fyri at varðveita spenningin og geva teimum, ið eru 15 ár og yngri, møguleika at luttaka, hava FSF og Føroya Tele tikið avgerð um at hava hesa kapping um somu tíð. Tey innleiðandi umførini verða skipað við bólkaspæli og síðani knockout dystum. Teir tríggir leikararnir, sum vinna hvørt innleiðandi umfar, kvalifisera seg til finaluna, ið verður skipað á sama hátt við bólkaspæli og knockout dystum, inntil Føroyameistarin í e fótbólti er funnin. FM og aðrir vinningar Umframt at vinna steyp og Føroyameistaraheitið, verður kappast um spennandi vinningar. Vinnarin av hvørjum innleiðandi umfari fær eina e landsliðstroyggju við egnum navni á. Vinnarin av aldursbólkinum 16 ár og eldri skal umboða Føroyar, meðan vinnarin av aldursbólkinum 15 ár og yngri vinnur tvey landsliðskort til landsdystirnar á Tórsvølli í 2020 og eina Samsung snildfon frá Føroya Tele. Dagfesting og stað Er javnt aftaná vanliga leiktíð í knockout dysti, verður dysturin avgjørdur við longdari leiktíð og brotssparkskapping um neyðugt. Um ein teldustýrari er óvirkin, verður dysturin steðgaður og teldustýrarin útskiftur. Um ein teldustýrari hevur brek, men leikarin velur at spæla víðari, kann ikki klagast um hetta seinni. Fair play Tað er ikki lov at niðurgera aðrar leikarar ella á nakran hátt at brúka niðrandi orð og vísa niðrandi atburð. Hetta kann hava burturvísing við sær. Tilmelding Hon varð brádliga bangin fyri alt og øllum og alt varð kaotiskt og torført. Hon sá ein film, sum æt The War room , har kvinna fór einsæris í eitt kamar at biðja hart. Í síni sálarkvøl helt Kristina hetta vera vert at royna. Hon setti seg á songina, legði saman hendur og segði so Hey Guð, langt síðani seinast og við eitt kendi hon, at onkur lurtaði og alt fór at ljósna. Nýggi landstýrismaðurin í heilsumálum hevur biðið um eina frágreiðing, men Kaj Leo Holm Johannesen lovar, at eykakostnaðurin fer ikki at raka sjúklingarnar. Kári P. Højgaard var við heiðaskipinum Oknini , tá hon í 1970 fór á rækjuveiðu í Grønlandi. Byrjanin var trupul, men rækjuveiðan varð skjótt eitt gullnám. Kári Højgaard fór í land í 1971, tá hann fekk starv sum tænastumaður á postavgreiðsluni í Saltangará, har hann var í 30 ár. Rutan gekk upprunaliga úr Lamba til Oyndarfirðar. Vegurin til Oyndarfjarðar var ikki bara mjúkur á hávetri. Í 2001 kom Kári inn á ting fyri sjálvstýrisflokkin sum varamaður. Í 2002 varð hann valdur á ting sum einasta umboð. Hann hevur eitt nú sitið í Útnorðurráðnum, har hann eisini hevur verið formaður. Fínteljing frá Rudda Føroyar tiltakinum, 21. september, vísir, at sjálvboðin hava ruddað 28.226,4 kilo av ruski úr føroysku náttúruni. Tá vit síggja, at onnur ikki reagera upp á tað, at rusk verður tveitt, laga vit okkum til bólkin og gera tí heldur einki sjálvi, sigur Tóra Petersen, Ph.d. í sálarfrøði. Fyri at minka um rusk, skal tað á onkran hátt knýtast ein tign at tí at verja umhvørvið. Hinvegin skal tað verða ókul at tveita rusk, sigur sálarfrøðingurin. Bólkurin Chase hevði ikki verið virkin í meira enn fimm ár, tá Sum tjóvur á nátt varð givin út, og síðan 2001 hevur manningin heldur ikki spælt annað enn nakrar fáar konsertir saman, eitt nú á Summarfestivali og Tórsfest. Hvussu verður framtíðin hjá public service sjónvarpi og útvarpi Í sjónvarpsstovuni Hanna Stj rne, SVT, Cilla Benk , SR, J rgen Huitfeldt, redaktørur í Kvartal og Jan Scherman, sjónvarpsframleiðari. Tað er sera harmiligt fyri línuskipini, sum hava fiskað kvotuna seinastu árini, heldur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Meginfelag áhugaleikara Føroya varð stovnað 23. september 1979. Vit hitta Noomi Reinert, ið er forkvinna í MáF í dag, og Jógvan Ósá, ið var fyrsti formaður felagsins. Tosað verður eitt nú um stovnanina, hvønn týdning, ið MáF hevur haft, og hvussu áhugaleikurin hevur tað í Føroyum í dag. Tú kanst hoyra samrøðuna her Hildur Hentze, vaktleiðari á politistøðini, sigur, at løgreglan í Føroyum nú hevur staðfest, at maðurin hevur gist í Føroyum í februar mánaði í ár. Nú kannar løgreglan slóðir í sambandi við, at hann hevur nýtt íslendskt gjaldskort í Føroyum, sum kann vísa, hvar hann hevur verið og kanska hvar hann er. Løgreglan hevur eisini fingið fráboðan frá fólki, sum hildu seg hava sæð mannin í Kollafirði. Løgreglan hevur kannað vakmyndatól, sum vísur, at hetta var ikki maðurin. Maðurin, sum eitur Bastien Por e, er 31 ára gamal. Hann er 182 sentimetrar høgur, klænur, hevur blá eygu og piercing í høkuni og í høgra oyra. Staðfest er, at maðurin er komin til Føroya, men hann stendur ikki á nøkrum lista yvir ferðafólk, sum eru farin avaftur landinum, hvørki við Norr nu, SAS ella Atlantic Airways. Familjan sigur, at maðurin hevði tunglyndi, og eftir at hann varð sagdur úr starvi, hevði hann brúk fyri at fáa luft, og um heystið 2018 fór hann til Íslands. Familjan hevði av og á samband við mannin, seinast í januar í ár, og vinmaður Bastien Por e seinast í februar í ár. Tey, sum vita eitthvørt um mannin at siga, verða vinarliga biðin um at seta seg í samband við politiið, sum hevur telefonnummar 114. Gunnar Dahl Olsen hevur í eitt mannaminni verið ítróttarsúkklari. Hann súkklar tó framvegis, tó at tað ikki er á líka høgum støði sum í 90 unum, tá hann gjørdist nummar tvey í oyggjaleikunum í Gibraltar í 1995. Í dag hevur Gunnar súkkluverkstað í miðbýnum í Havn. Gunnar gevur her góð ráð um, hvørja súkklu, tú skalt hava, og hvussu tú skal halda hana við líka. Arnfinnur Helmsdal er formaður fyri sersambondini innan súkkling í Føroyum. Hoyr Arnfinn greiða frá um tey trý feløgini, Fjallasúkklufelagið, Tórshavnar Súkklufelag og Føroya Triathlon Felag. Limirnir í hesum trimum feløgunum eru ikki so nógvir, bert einir 20 30 í hvørjum felagi, so tað er meiri enn so pláss fyri nýggjum limum. Hoyr Innslagið her Knút Olsen býr í miðbýnum í Havn. Hann siglir út við havrannsóknarskipinum Magnusi Heinason. Tá Knút er í landi, dámar honum væl at ganga í náttúruni og at súkkla. Knút hevur frítíðarstarv sum hjálparfólk á Heilbrigdi á Velbastað. Tá hann hevur vakt har, súkklar hann til og frá. Sum hann sigur, er ongin orsøk til at skunda sær tað er bara at geva sær góða tíð. Vikuskiftissendingin var á gátt hjá Knúti, har hann borðreiddi við pannukøkum í køkinum í lítlu, hugnaligu íbúðini aftan fyri Havnar Klubba Marin Katrina er forkvinna í Byggi og býarskipanarnevndini í Tórshavnar kommunu. Hoyr Marin greiða frá um ætlanina hjá kommununi við súkklubreytum. Marin Katrina súkklar sjálv hvønn dag til og frá arbeiði, og, sum hon sigur, kemur man ofta nógv skjótari fram enn bilarnir Vit hoyra um Hamlet, sum er ein elligomul søga. Búi og Dánjal fortelja vælkendu søguna fyri børnum í Norðurlandahúsinum og í Løkshøll. Til dømis sleppa skip ikki longur at nýta somu tungoljuna sum áður. Eisini í Føroyum skulu broytingar til, tí skulu føroysk skip sigla í altjóða sjógvi, eru tey noydd at halda krøvini hjá IMO. Undanfarna landsstýriskvinnan, Sirið Stenberg, kennir einki til dýrkanina. Hon heldur, at landsstýrismaðurin kanska blandar fleiri verkætlanir saman. Løgreglan kannar í løtuni ein tilburð, sum fór fram í Klaksvík í gjár, tá ein maður um trý tíðina varð raktur av tí, hildið verður vóru høgl frá byrsuskoti á vágni. Tað vóru tveir mans í einum báti millum Klaksvík og Ánirnar, ið helst skutu fugl so nær landi, at høglini raktu mannin, sum arbeiddi á kaiini. Maðurin, sum varð raktur, fekk ikki mein av skotunum, men tilburðurin skal kannast nærri, tí skotið varð so nær landi, at høglini raktu fólk. Tá løgreglan er liðug við kanningarnar, verður málið latið løgfrøðingum, ið skulu taka støðu til, um teir, ið skutu, skulu ákærast eftir revsilógini. Teir báðir menninir, ið skutu, vóru í 30 unum og 40 unum, upplýsir Hildur Hentze, vaktleiðari á politistøðini í Havn, fyri Kringvarpinum. Stjórnin í Bretland fer at biðja um longda freist til Brexit, um eingin avtala við ES er komin í lag innan 19. oktober. Tað sigur BBC, sum hevur fingið skjøl við upplýsingum um tað. Skjølini, sum BBC vísir til, eru latin skotskum dómstóli, har mótstøðufólk móti Brexit royna at noyða bretska forsætisráðharran, Boris Johnson, til at fylgja eini lóg, sum forðar fyri brexit við ongari avtalu, uttan at parlamentið hevur góðkent tað. Í skjølunum stendur, at Johnson hevur góðtikið, at hann kann verða noyddur at senda ES bræv við umbøn um longda freist, skrivar Reuters. Í september varð tó ein lóg samtykt í bretska parlamentinum, sum áleggur bretsku stjórnini at biðja ES um longda freist til Brexit, um ikki fleiri fortreytir eru hildnar. Høvuðskravið er, at parlamentið í seinasta lagi 19. oktober skal hava góðkenda avtalu við ES, ella alternativt hava givið greið tekin um at fara úr ES við ongari avtalu. Um ikki, skal Boris Johnson biðja um longda freist. Írski forsætisráðharrin, Leo Varadkar, hevur sagt, at hann vil umhugsa longda freist, um Bretland sendir sær fyrispurning um tað. Hann heldur, at longd freist er betri enn at Bretland fer úr ES við ongari avtalu. Írski forsætisráðharrin hevur verið nógv frammi síðani spurningurin um írska markið gjørdist eitt av høvuðsmálunum í samráðingunum um Brexit. Vit vilja hava góðsku og burðardygd í Longyearbýin, og ikki bara vøkstur, sum eitt mál í sjálvum sær, sigur Magnus Thue, statsskrivari í ráðharrastovuni í vinnu og fiskivinnumálum. Í ferðavinnuni á Svalbard eru fleiri feløg, sum bara virka har í háárstíð, og sum ikki eru partur av skipaða arbeiiðsmarknaðinum, og sum heldur ikki halda tær leiðreglur, sum ferðavinnan har annars roynir at halda. Hetta vil norska stjórnin gera okkurt við. Óskipaða ferðavinnan ger tað torført at hava eftirlit. Mangir ferðaleiðarar eru eisini útlendskir og hava ikki kunnleika um lokaløkið, og tað er eisini ein avbjóðing, sigur Magnus Thue Hann leggur afturat, at fyri at forða fyri slíkum óskipaðum virksemi, umhugsar stjórnin, um lógir og reglur, sum eru galdandi á meginlandinum, eisini skulu galda á Svalbard. Avbjóðingar við ferðamannaskipum verða eisini lagdar undir luppin, stendur í ætlanini fyri Svalbard. Fult umfar verður í Betri deildini hjá monnum í dag. Tað merkir, at fimm dystir verða spældir, og tað kemur at seta sín dám á útvarpsskránna seinnapartin. Kappingin um triðja plássið er eisini hørð, tí einans trý stig skilja NSÍ og Víking, sum eru ávikavist nummar trý og fýra. Í útvarpinum fara vit at siga frá dystunum hjá oddaliðunum báðum. Vit byrja á Eiði klokkan 16 30, tá dysturin millum EB Streym og B36 verður bríkslaður í gongd. Og so siga vit eisini frá dystinum millum Víking og KÍ klokkan fimm. 900.000 krónur komu inn á landsinnsavningini hjá Reyða krossi í ár. Hetta er eisini væl meira enn í fjør, tá 750.000 krónur komu inn, sigur Reyði krossur Føroyar. Føroyingar eru munandi gávumildari enn til dømis danir. Ímeðan hvør føroyingur í ár lat 17 krónur hvør, lótu danir umleið fýra krónir hvør í fjør. Enn er støða ikki tikin til, hvar og hvussu peningurin úr Føroyum skal brúkast, sigur Bárður Atlason Ísheim, dagligur leiðari hjá Reyða krossi. Tað sigur Ari Johanneson, virkandi stjóri á Umhvørvisstovuni, sum undrast á, at SEV nú so seint er farið at stúra fyri staðsetingunum av vindmyllundunum. Vit fingu orð á umhvørvisstjóran fyri løtu síðani hann var á rættini, so ljóðið er ikki betri enn næstbest. Haldið okkum tilgóðar. Amerikanski depilin fyri sjúkuumsjón og fyribyrging sigur, at 1080 amerikanarar í 48 statum eru vorðnir sjúkir av at roykja e sigarettir, og í 15 statum eru fólk deyð av hesum sjúkum. Tíðindastovan AP endurgevur Anne Schuchat, sum er lækni á deplinum. Sjúkurnar tóku seg upp í mars í ár, og eyðkennini eru andaneyð, møði og at fólk hava ilt fyri bringuni. Fleiri, sum eru vorðin sjúk, hava sagt seg hava roykt marihuana í e sigarrettunum, men mong onnur hava bara roykt nikotin. Tí mæla amerikansku heilsumyndugleikanir fólki púrasta frá at brúka e sigarrettir. Matvøru og medisinstýrið í USA kannar nú ymisk sløg av e sigarettum fyri at fáa greiði á, um sjúkurnar stava frá onkrum ávísum slagi, vætu ella tilfari, sum verður latið í. Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti, sum eigur Havsbrún, sigur við Sosialin, at tey hava fingið váttan frá kommununi um, at rindar felagið fyri útbyggingina, kanska meira enn hálva milliard, ja, so kemur felagið eisini at eiga hendan nýggja partin av havnini í Fuglafirði. Havsbrún framleiðir fóður til aling, og nú Bakkafrost hevur keypt næststørsta alifelagið í Skotlandi, The Scottish Salmon Company, eru nógvir svangir laksar afturat at metta har við alifóðuri frá Havsbrún í Fuglafirði. Tá keypið varð almannakunngjørt í síðstu viku, segði Regin Jacobsen, stjóri, at Havsbrún nú kann selja 50.000 tons av alifóðuri afturat til sítt nýggja skotska felag. Og so stórur vøkstur í framleiðsluni krevur útbygging, og nú er avtala altso gjørd millum Bakkafrost og Fuglafjarða kommunu um, at Havsbrún sleppur at byggja út á havnarlagnum, og at tey sjálv byggja ein part av havnini. Vit kunnu sjálvandi ikki krevja, at kommunan byggir havnina út fyri so nógvar pengar. Hinvegin má tað vera soleiðis, at gera vit havnarlagið og havnarútbyggingina, so eru tað vit, sum eiga tann partin av havnini, sigur Regin Jacobsen við Sosialin. Hóast tað kostar Bakkafrosti hálvasættu milliard at keypa alt tað skotska alifelagið, og útbyggingin í Fuglafirði kostar eina hálva milliard krónur, ja, so er fígging einki problem. Bakkafrost druknar næstan í pengum, soleiðis sum tað eisini kom til sjóndar, tá partapeningur skuldi teknast á Oslo Børs í síðstu viku. Ársúrslitið hjá Bakkafrost var meira enn 960 milliónir í fjør, og umsetningurin hjá samtakinum 3,17 milliardir. Til samanberingar verða mettu inntøkurnar hjá Fuglafjarða kommunu góðar 60 milliónir krónur í persónsskatti í ár og 11 milliónir í partafelagsskatti. Í morgin eru tríggjar vikur síðani freistin, at søkja stjórastarvið, fór, men enn er nakað eftir á mál, sigur Regin Hammer, nevndarformaður í Vága floghavn, við útvarpið. Vit arbeiða enn við setanini, og tað verður helst seinni í hesum mánaðinum, at nýggi stjórin verður settur, sigur Regin Hammer, við útvarpið. Setanarbólkurin er mannaður við fólkum úr nevndini í Vága floghavn og fólki uttanhýsis, men hvørji tey eru, vil nevndarformaðurin ikki siga, tí tað kann órógva setanina , sum hann málber seg. Tá Gudny Langgaard tók við sum stjóri í Vága floghavn í fjør eftir Jákup Sverra Kass, lækkaði lønin 30.000 krónur, niður í 60.000 krónur. Óvist er, hvørja løn nýggi stjórin fær. Lønin er ein samráðingarspurningur, og nýggi stjórin verður løntur eftir førleikunum, sigur Regin Hammer, nevndarformaður, við útvarpið. Umleið 60 fólk høvdu søkt starvið, sum stjóri í Vága floghavn, tá umsóknarfreistin var úti. Umsóknirnar vóru bæði frá føroyingum og útlendingum. Playlistin Giving up Whitney Vi to Carl Emil Petersen For Altid Teitur The Singer Kwamie Liv Miserable Alexander Biggs Stay High Brittany Howard One of Us Liam Gallagher Screwdriver Mystery Jets Hold it Big Klit Pop Goes The Weapon Click Example Tórshavnar Kommuna hevur fríggjadagin sent eitt skriv til dagstovnarnar í kommununi. Skrivið er kunning til starvsfólk og foreldur um bygnaðarbroytingar á dagstovnaøkinum. Normeringin á dagstovnaøkinum í Tórshavnar Kommunu er alt ov lág, og hetta hevur ført við sær strongd og sjúkrafráveru. Tað viðgongur kommunan í skrivinum. Starvsfólkanormeringin í vøggustovum og barnagørðum í Tórshavnar Kommunu er ikki broytt síðani 2002, og hevur ikki fylgt við øktu krøvunum til námsfrøðiliga arbeiðið á stovnunum. Krøv, sum koma frá øðrum myndugleikum, broyttum samfelagsviðurskiftum og broyttum væntanum til tænastuna, skrivar kommunan til dagstovnarnar. Leiðslunormeringin varð lækkað í 2011 og Frítíðarskúlanormeringin lækkaði í 2010, tí at tímatalið hjá 1. og 2. flokki í fólkakúlanum vaks. Hesin útrokningarlykil skal endurskoðast, so hann betri svarar til veruligu krøvini og veruligu umstøðurnar. Uppskot og útrokningar til at økja normeringina til komandi fíggjarætlan er gjørt, so at fleiri tímar koma til børnini, skrivar kommunan til dagstovnarnar. Avleiðingar av verandi normeringum og bygnaði eru, at verri og verri er hjá kommununi, stovnsleiðarunum og starvsfólkunum at tryggja og menna námsfrøðiligu tænastuna. Ítøkiliga arbeiðsumhvørvið hjá leiðslu og starvsfólki gerst av tí sama verri. Hetta hevur í fleiri førum havt við sær álvarsliga strongd, sjúkrafráverur, ónøgdsemi bæði millum leiðslu, starvsfólk og foreldur, skiftandi starvsfólk og kenslu av ikki at megna arbeiðið á nøktandi fakligum støði , skrivar kommunan til dagstovnarnar. Kunningin kemur eftir stóra mótstøðu frá námsfrøðingum og Pedagogfelagnum, ímóti at Tórshavnar Kommuna hevur samtykt at játta yvir tríggjar milliónir árliga til eindarleiðarar. Eisini fílast námsfrøðingar og dagstovnaleiðarar á, at tímarnar til dagstovnaleiðaran í Tórshavnar Kommunu ganga inn í vanligu normeringina tað vil siga eingir tímar eru oyramerktir til leiðslu á stovnunum. Kommunan brúkar ein útrokningarlykil, sum rindar stovninum fyri hvørt barnið uttan mun til, hvørjar útreiðslur eru á stovninum annars til olju, leiðslu og starvsaldur hjá starvsfólkunum. Tí er sera ymiskt, hvussu stovnarnir eru fyri fíggjarliga. Normeringin skal fáast í rættlag, men fyrst mugu bygnaðarbroytingarnar fremjast, so kommunan fær betur tamarhald á dagstovnaøkinum. Fjarstøðan millum stovnarnar og umsitingina er alt ov stór stendir í skrivinum til dagstovnarnar. Loysnin hjá kommununi er at knýta 7 8 stovnar í eina eind, har hvør eindin hevur ein eindaleiðara. Føroyar eru á 2. plássi í stóru flogbóltskappingini, sum er í høllini á Hálsi um dagarnar. Talan er um kapping fyri smátjóðir, har Føroyar, Ísland, Grønland og Skotland spæla. Síðsta umfar verður spælt í dag, og Føroyar skulu spæla móti Íslandi. Um Føroyar vinna dystin móti Íslandi 3 0, enda Føroyar á fyrsta plássi. Hoyr guðstænastuna her 546 Sí, úr havi rísur nú morgunsól 195 Deyði, hvar er nu broddur tín 267 Efg veit, hvar góð er grundin Prædika 292 Eg livi og veit 201 Grøvin sterka rivnað er Deknur er Hans Esbern Heinesen, Klokkari er Súni Hansen, Organistur er Knút Olsen, Prestur er Jákup Erlingsson Petersen, Tøkningur í kirkjuni Sámal Jákup Jacobsen, í studio Leivur Thomsen Gongur sum ætlað hesa ferð, byrjar flúgvingin til New York í mars mánað. Tað sigur Jóhanna á Bergi, stjóri hjá flogfelagnum, við útvarpið. Ætlanin var, at Atlantic Airways skuldi byrja flúgvingina til New York nú í oktober, men arbeiðið við, at fáa tey neyðugu loyvini uppá pláss, hevur verið umfatandi. Nógv meira umfatandi enn føroyska flogfelagið nakrantíð hevði ímyndað sær, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, við útvarpið. Vit hava just verið í New York, og nú hava vit fingið játtað pláss í Newark floghavnini, sum er ein høvuðsfortreyt fyri øðrum loyvum til New York flúgvingina, sigur Jóhanna á Bergi. Í fyrsta umfari verður talan um sjey átta túrar í vár, og eisini sjey átta túrar á heysti næsta ár, sigur stjórin í føroyska flogfelagnum. Nakrar stóra aluminiums takplátur vóru í morgun farnar á flog, og fuku runt á vinnuøkinum Inni á Fjørð, har Sam plagdi at leggja at. Sløkkiliðsfólk eru júst farin á staðið, so tað er í løtuni óvist, hvønn skaða takpláturnar hava gjørt, upplýsir vakthavandi á politistøðini. Takpláturnar eru helst foknar langt, tí tað er eitt fitt strekki frá vinnuøkinum til har, stóru takpláturnar helst eru komnar frá, sigur løgreglan. Kommunulæknarnir, sum vera við Kirkjustræti, eru Bjarni Wardum, Turið Holm Johannesen, Amalia Danielsen, Birni Hansen og Guðrun Mortensen. Tórshavnar kommuna hevur bundið seg til at leiga bygningin við Kirkjustræti í 15 ár. Mánaðarleigan er 128.000 krónur, tilsamans 23 milliónir krónur tey 15 árini, leiguavtalan er galdandi. Enn er tað ikki endaligt, men nógv bendir á, at eg ikki komi aftur til Føroya. Líkt er til, at føroyska fótbóltsævintýrið hjá mær er at enda komið. Nú vil eg at royna okkurt nýtt, tí eg vil dúva upp á fótbóltin í nøkur ár aftrat, sigur Simen Raaen Sandmæl við norska miðilin Stjørndalens Blad. Í somu grein greiðir Simen Raaen Sandmæl frá, at hann fyri fyrstu ferð í mong ár ikki hevur verið nógv darvaður av skaðum. Tað hevur givið honum móti aftur upp á fótbóltstilveruna. Simen Raaen Sandmæl hevur havt ein tíðandi leiklut hjá oddaliðnum KÍ. Higartil í ár er hann skrásettur fyri 18 landskappingardystir, seks evropeiskar dystir og fýra steypakappingardystir. Og hann hevur skorað í øllum kappingum, hann hevur spælt. Trý landskappingarmál, eitt í steypakappingini og eitt í altjóða fótbólti. Stjørndalens Blad skrivar, at 29 ára gamli Simen Raaen Sandmæl flytur aftur til Tróndheim fáar dagar eftir, at KÍ hevur spælt í Gundadali á seinasta leikdegi í ár. Katrin Jacobæus hevur ein blogg í Kvinnu , sum nevnist Mammasta ein bloggur, har tú fært tann ráa sannleikan um at vera mamma. Gloym alt um babyglam spam. Her er órudd, vaskiklæðir, uppvask og ein rúgva av kærleika og eitt innlit í lívið við einum toddlara, einum 4 ára gomlum og eitt parlag, sum skal passast í rokanum, ímeðan vit eisini passa okkara størv. Í Danmark eru góðar royndir við, at kreppumiðstøðir fyri kvinnur hava ein samskipara, sum betur kann lofta kvinnunum, tá tær flyta úr kreppumiðstøðini. Hetta er til dømis ein, sum samskipar samstarvið við aðrar almennar stovnar og hjálpir kvinnunum við at koma út aftur í samfelagið. Serliga útlendskar kvinnur eru ein bólkur, sum ofta hevur lítið netverk og ikki allar duga málið. Tí kundi ein tílík royndarverkætlan verið góð fyri júst hendan bólkin, sigur Ann Britt Mortensen. Hon var saman við øðrum starvsfólkum í Kvinnuhúsinum á árligu ráðstevnuni, Norðurlendskar kvinnur ímóti harðskapi, sum var í Keypmannahavn herfyri. Vit eru til morgunsang í Glyvra skúla. Og vit gera krabbagággur saman við 3.a. Óli Rubeksen frá SSP hevur boðið barnaútvarpinum við út. SSP verður 10 ár í ár. Føroyar hava spælt tveir dystir higartil og tapt báðar 6 0. Og nú vitjar oddaliðið í bólkinum, sum hevur vunnið báðar sínar dystir. 26 ára gamli Johan Sundstein vann herfyri 104 millión saman við liði sínum OG, í altjóða kappingini The International í spælinum Dota2. Johan hevur trupult við at skilja, at hann hevur vunnið so nógvan pening, men samstundis er hann takksamur fyri alt tað, sum telduspælið hevur givið honum. Tá bólturin ikki liggur stillur, tá deyðbóltsstøður eru, hevur dómarin ikki annað val enn at útseta dystin, sigur Eiler Rasmussen. B36 kann verða føroyameistari í 2019, um teir altso gera tað, teir skulu, og vinna sínar dystir. Leygardagin tóku teir triðseinasta fetið í hesi royndini, tá teir vunnu trygt á EB Streymi á Eiði. Við sigrinum í steypafinaluni hevur HB tryggjað sær evropeiska luttøku næsta ár. Øðrvísi er hjá NSÍ, sum enn hevur alt at stríðast fyri. Í sendingini frá eplafestivalinum er samrøða við hesi fólkini Ásmund Johannesen, Eyðstein Ólason, Sonhard Johannesen, Unni Hentze, Annbjørn Simonsen, Gudrun Joensen, Jákup Reinert Hansen, KIatrin Petersen, Jónhild Jacobsen, Ottar Hentze, Jóhan Petur Hentze, Pól Jóhannis Hentze, Esther H. Suðuroy, Ásmund Johannesen. Orsøkin er, at tvey mál vórðu blandað saman í seinasta umfari, sum sambært borgarstjóranum viðførir, at kommunan missir 4 milliónir krónur. 5 av 9 býráðslimum atkvøddi fyri avtaluni. Í fráboðan frá Hvítu húsunum gjáranáttina stendur, at Turkaland um stutta tíð fer at gera innrás í Norðursýria, og at Donald Trump stuðlar teimum. Fráboðanin elvdi til øsing og atfinningar frá hansara egnu fólkum. Pentagon sigur millum annað, at USA ikki stuðlar einum turkiskum hermálsligum tiltaki í Norðursýria, og leggur aftrat, at bara heilt fáir hermenn eru tiknir úr økinum. Seinnapartin í gjár svaraði Trump atfinningunum aftur. Í Twitterboðum ger hann púra greitt, at hann ikki loyvir Turkalandi at gera sum tað vil í Sýria eftir at amerikanarar eru farnir úr økinum. Samstundis, sum hann gevur Turkalandi og forsetanum, Recep Tayyip Erdogan, greið boð, umrøður hann eisini seg sjálvan við stórum orðum. Sum eg sjálvur hava lagt dent á áður, bara fyri at endurtaka tað at um Turkaland ger nakað, sum eg við mínum stóra og makaleysa vísdómi, meti at vera farið út um mark, fari eg fullkomiliga at knúsa og oyða turkiska búskapin, skrivar hann millum annað. Í desember kunngjørdi Trump, at hann fer at taka amerikanskar deildir úr Sýria. Tá varð funnist at honum fyri at svíkja kurdisku deildirnar. Kurdisku YPG deildirnar bóru tyngstu byrðar í stríðnum móti IS saman við USA, men í Turkalandi verða deildirnar lagdar undir at vera yvirgangsbólkar, tí tær eru sameindar við PKK í Turkalandi. Hetta er sterkasta gasskeldan, sum eg nakrantíð havi sæð, sigur Igor Semiletov, professari, sum er oddamaður á rannsóknarferðini. Nærum 80 granskarar úr Russlandi, Kina og Svøríki hava granskað metangassið, sum lekur upp úr eystursibiriska havinum, og útlátið er so ógvusligt, at tað sæst bløðra í sjónum við berum eygum, siga granskararnir. Metangass er millum annað vanliga bundið á havbotninum í Arktis, men hitnar havbotnurin, so loysist gassið og fer út í atmosferuna. Metangass hevur størri vakstrarhúsárin enn CO2. Pengakassin kann gerast tómur longu síðst í hesum mánaðinum. Tað skrivar aðalskrivarin í ST, Antonio Guterres, í brævi til øll 37.000 starvsfólkini í felagsskapinum. Orsøkin er, at limalondini bara hava rindað 70 prosent av samlaðu upphæddini, sum krevst til virksemið hjá ST. Guterres sigur, at neyðugt er at seta tiltøk í verk fyri at tryggja, at peningur er til lønir. Hann skjýtur millum annað upp at skerja talið av tænastuferðum, og at bert neyðugastu tænastuferðirnar verða gjørdar, skrivar SVT. Sorg er nakað sum rakar okkum øll á ymiskan hátt í lívinum. Men hvussu handfara vit sorgina og hvussu fyrihalda vit okkum til onnur, sum eru í sorg. Hesi eru nøkur av evninum, sum systrarnar Ester Kristiansen og Døgg Nónsgjógv eru farnar undir at gera poddvarp um. Tað kann vera torført at seta orð á egnar kenslur serliga tá tað snýr seg um sorg. Tí kann tað møguliga hjálpa øðrum at hoyra okkum greiða frá um okkara upplivingar. Hetta siga tær báðar millum annað um, hví tær hava valt at fara undir at gera sendingar um evnið. Umframt at systrarnar í stóran mun fara at mynda sendingina, so ætla tær eisini at hava vitjan av fakfólkum. Hesi skulu út frá sínum starvið greiða frá um teirra royndir við sorg. Oddbjørn Joensen og Teitur Joensen umrøða føroyskan fótbólt í síni heild og nema millum annað við avbjóðingarnar hjá smærru feløgunum. Thor fekk um skrúvuna, tá skipið var 70 fjórðingar í útnyrðing úr Føroyum. Manningin royndi sjálv at fáa av skrúvuni, men tað eydnaðist ikki. Tað sigur Páll á Teigunum, vaktleiðari hjá MRCC. Tí vóru boð eftir vaktar og bjargingarskipinum, Tjaldrinum, sum fór av Havnini klokkan 15 í gjár. Tjaldrið var hjá Thor klokkan fýra í morgun, men veðrið var ov vánaligt til at froskmenn kundu fara niður at loysa tað, ið sat um skrúvuna. Tjaldrið og Thor verða væntandi í Fuglafirði á midnátt. Tá fara froskmenn hjá Tjaldrinum at fáa av skrúvuni, sigur Páll á Teigunum, vaktleiðari hjá MRCC. Nýskapandi húsini hjá Einar Hagem í skergarðinum eru í góðum samljóði við lendið, tað er hansara arkitektoniska merki. Húsini hjá Hagem sjálvum standa í Bamble. Tyrnigirðingin hevur breitt seg alt ov nógv á Kastanjugarði, men tíbetur hevur Frank funnið eitt gott, gamalt amboð at loysa tann trupulleikan við. Páll Rói Poulsen og Kitty Madsen siga, at sera fáir læknar kenna sjúkuna, men tað er ikki løgið, tí hon er bólkað at vera Ultra Rare Disease. Men Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna í almannamálum, vóru á fundinum. Níggju fakfeløg hava í yvirlýsing gjørt vart við, at arbeiðsmarknaðurin eigur Samhaldsfasta, og at politikararnir skulu lata hann fáa frið. Í samgonguskjalinum stendur, at aldurstrygdargrunnur skal setast á stovn, og fólkapensjónistar skulu fáa tvey útgjøld og ikki trý sum nú. Fakfeløgini søgdu í yvirlýsing 18.september, at tey hoyrdu, at ætlanin er at fara eftir Samhaldsfasta og blanda grunnin saman við almennu pensjónini. Á fundinum í gjár fingu fakfelagsfólkini at vita, at landsstýrið kemur við lógaruppskoti um pensjónirnar, sum hevur samband við fíggjarlógina, og at fakfeløgini fáa uppskotið til hoyringar. Arbeiðsgevarafelagið hevur ikki gjørt vart við seg í hesum máli. Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, sigur, at tey hava ikki viðgjørt málið. Hans Olav Brenner bjóðar kendum norðmonnum upp á loftið á Deichmanska høvuðsbókasavninum í Oslo. Og fólk á gøtuni koma við sínum yndisbókum. Í 2003 kom hann við síni fyrstu útgávu á Universal South Records. Útgávan var væl móttikin, og vann fleiri heiðurslønir fyri bestu nýggju útgávu. Í 2002 fekk hann ein álvarsaman skaða í armin so álvarsaman, at hansara karriera stóð uppá spæl. Hann var komin til at trýsta armin gjøgnum ein glugga og skar seg illa. Hann kláraði skerini og kom aftur á pallin. í 2007 rendi Matthew West seg aftur í trupulleikar, tá røddin sveik. Hann fekk illa tosað og slett ikki sungi. Hann var lagdur undir skurð og fekk boð um at halda munn í tveir mánaðir. Hann kom tó fyri seg og helt áfram at syngja. Tað hevur verið ófriðarligt í Hongkong í fýra mánaðir, og fríggjadagin setti býarstýrið mótmælisfólkunum forboð fyri at hylja andlitið. Carrie Lam hevur víst aftur, at ætlanin er at seta neyðrættarstøðu í verk, sum heimilar myndugleikunum at seta lógir í gildi móti mótmælisfólkunum. Eftir øllum at døma eru James Bond filmsupptøkur farnar fram í Føroyum herfyri. Vit spyrja Guðrið Højgaard frá Visit Faroe Islands hvønn týdning tað kann fáa fyri føroyska ferðavinnu, um Kalsoyggin verður at síggjandi í komandi James Bond filminum. Shirley Bassey, Paul McCartney, Gladys Knight, Duran Duran, a ha, Sheryl Crow, Adele og Sam Smith teljast øll teirra millum, sum hava latið sangir til James Bond. Men hvønn týdning hevur tónleikurin í James Bond universinum Vit skifta orð um henda og aðrar spurningar saman við Sámali Jákupi Jacobsen, bachelor of honours innan filmsframleiðslu. Hvat er so serstakt við James Bond filmunum, og í hvønn mun raka filmarnir rákið í tíðini Vit fáa vitjan av Birgiri Kruse og Hermanni Eliassen, tá skjøtil er settur á seinra hálvleik. Q er gandakallurin, sum letur Bond alla framtíðartøkni og ikki minst spennandi bilarnar, sum eru at síggja á løriftinum. Vit sessast handan rattið saman við Halleluja Sofusi og Magnusi Gunnarson. Tú kanst hoyra sendingina her Luttakarar í sendingini eru Jón Sólsker, leiðari av byggideildini hjá Landsverki, Jógvan Páll Lassen advokatur, Maika Lindenskov Samuelsen, fyrrverandi dagstovnaleiðari í Maritugøtu, Elin Norðberg Wenningsted Tausen, fyrrverandi dagstovnaleiðari í Løkjatúni, Jóan Petur Hentze, deildarleiðari á Trivnaðardeildini í Tórshavnar Kommunu, Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum og Jan Jakobsen, stjóri í Lív. Hesir vóru nakrir av spurningunum, sum vit umrøddu í morgunsendingini saman við Lars Mohr Nielsen, djóralækna, og Sigert Patursson, formanni í Bóndafelagnum. Tað er hvørki rætt ella loyvt at svæva seyð, uttan at hava doyvt hann frammanundan. Tað eru teir báðir, Lars og Sigert, á einum máli um. Niðurstøðan er, at seyður skal viðfarast við virðing. Samanumtikið hava vit flutt okkum nógv við tíðini, samstundis sum vit fáa betri hentleikar og kunning um djóravælferð. Erdogan skrivar á Twitter, at vápnaðar herdeildir eru saman við sýriskum deildum farnar í herna móti forbodna turkiska arbeiðaraflokkinum, PKK, kurdiska felagsskapinum, YPG, og yvirgangsfelagsskapinum, IS. Endamálið er at oyðileggja yvirgangsgeilina, sum verður grundløgd á syðra markinum hjá okkum, og fyri at fáa frið í økinum, skrivar forsetin á Twitter. Sjónvarpsrásin, CNN T rk, sigur at spreingingar eru at hoyra við býin Ras al Ain, sum er sýrisku megin markið. Flogfør hoyrast eisini í luftini. Erdogan hevur sagt, at hann fer at gera trygdargeira í landnyrðingspartinum í Sýria, so at sýrisk flóttafólk í Turkalandi kunnu sleppa heimaftur. Kurdiskar uppreistrardeildir, sum hava valdið í hesum øki, eru sameindar hjá USA, og eiga stóran part av æruni fyri, at yvirgangsfelagsskpaurin, IS, er bardur niður. Turkaland sigur, at kurdisku uppreistrardeildirnar eru yvirgangsbólkar. Charles Bradley, sáli, Sharon Jones, sála, Lee Fields og ikki minst Amy Winehouse, sála, eru nøkur av sterku funk, R og B og soul nøvnunum, sum hava givið tónleik út á serliga plátufelagnum Daptone Records úr Brooklyn, New York. Daptone Records, Daptone Studio og húsaorkestur, The Dap Kings, halda til í einum skirvisligum húsum. Men hóast tað, so eru nakrar av bestu soul, funk og jazz útgávunum upptiknar har, eitt nú Back To Black hjá Amy Winehouse. Luttakarar í sendingini eru Allan Sørensen, korrespondentur hjá Weekendavisen í Miðeystri. Emilie Middelhede, sum samskipar viðgerðargongdirnar fyri føroyskar sjúklingar í Region Hovedstaden. Annika Weihe, ráðgevi hjá føroyskum sjúklingum á Ríkissjúkrahúsinum. Hergerð Heldarskarð, leiðari á Uttanlandstænastuni í føroyska heilsuverkinum. Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum. Hans Ellefsen, sum undirvísir í tilfeingisbúskapi á Fróðskaparsetrinum. Johnny í Grótinum, sum undirvísir í búskapi á Fróðskaparsetrinum. Hann vann sjey FM heitið á rað við súkkluni, hevur framvegis metið á 30 kilometur einkultstart teininum, og vann eisini fleiri heiðursmerki við súkkluni tíðarskeiðið, hann kappaðist í Danmark. Í oktober í ár ger sami maðurin vart við seg og greiddi frá, at súkklan, ið nú er 24 ára gomul, er gjørd í stand og stendur sum nýggj. Tað skrivar bretska blaðið Financial Times. USA heldur, sambært bretska blaðnum, at Huawei er vandi fyri trygdina hjá USA og tess sameindu. Eitt uppskot frá umsitingini hjá Trump er, at veita Nokia og Ericsson lagalig lán, og á tann hátt kunnu fyritøkurnar bjóða sínum viðskiftafólkum somu gjaldstreytir, sum Huawei bjóðar sínum. Financial Times hevur upplýsingarnar frá ónevndum keldum. Nokia og Ericsson hava higartil ikki viðmerkt tíðindini. Sambært Financial Times fær Huawei tvær milliardir dollarar í lagaligum lánum frá kinesiskum bankum. Mikael Rautanen, greinari hjá fyritøkuni Inderes, sigur í samrøðu við finska kringvarpið, YLE, at USA er í truplari støðu í alheims valdsstríðnum um 5G tøkni, tí landið hevur ikki sína egnu fyritøku, sum mennir slík netverk. Amerikanska stjórnin umhugsar eisini at stovna fyritøku í USA, sum skal framleiða útgerð til telesamskifti, men sambært risafyritøkunum Oracle og Cisco verður tað dýrt og tíðarkrevjandi. Sambært blaðnum kann tað henda, at USA fer at játta hundraðtals millliónir dollarar til smáar internetveitarar, sum longu brúka Huawei, og fáa teir at skifta til amerikanska tøkni ella tøkni frá øðrum londum í Vesturheiminum. USA stúrir fyri, at tøknin hjá Huawei kann brúkast til eftirlit og njósning, og at týðandi fartelefonnet kunnu gerast óvirkin, um kríggj brestur á millum lond í Vesturheiminum og Kina. Rautanen sigur, at stríðið um at vera fremstur í kappingini um næstu útgávu av netverkstøkni er partur av handilósemjuni millum USA og Kina. 5G undirstøðukervið hevur alt at siga fyri trygdina hjá statinum. Og tað er nakað, sum tú gerst meira og meira varugur við í ríkisumsitingini, sigur Mikael Rautanen. Hann minnir tó á, at eingi prógv eru fyri, at Huawei undirstøðukervið og útgerð hevur verið brúkt til njósning, skrivar finska kringvarpið, YLE. New York Times skrivar í dag, at Trump nú slakar í forboðnum móti Huawei, og loyvir nú amerikonskum fyritøkum at selja Huawai eitt lítið úrval av ikki sensitivum vørum. Í mai kom Huawei á svartalista hjá amerikonskum myndugleikum, sum halda, at felagið er til vanda fyri landsins trygd. Huawei hevur víst hesum aftur. Bannið ger, at Huawei ikki kann keypa lutir og fáa tøknifrøðiligar dagføringar frá feløgum sum Google og Micron uttan at søkja amerikonsku stjórnna um góðkenning. Men bannið er ikki komið alment í gildi, tí umsitingin hevur givið fyritøkum, sum eru veitarar hjá Huawei, betri tíð at finna ðarar loysnir. Nýggja freistin er 19. november. SEV sigur, at helvtin av streyminum í september kom frá varandi orku, frá vatni og vindi. Hetta er nakað meira enn í september í fjør, tá talið var góð 46 prosent. Serliga vatnorkan var nógv í september, ein fjórðing størri enn í september í fjør. Eisini vindurin gav meira í september í ár, men tó ikki so nógv sum vatnorkan gav. Higartil í ár hevur býtið millum varandi orku og olju verið 38 og 62. Býtið millum vatn og vind var 24 prosent vatnorka og 14 prosent vindorka. Hansara týðingar fara beint í hjørtuni hjá føroyskum børnum og ungum. Vit tosa við Berg Rasmussen, sum fekk barnamentanarheiðursløn Tórshavnar Býráðs. Mentanarmikudagurin í Nón byrjar sum vant í Bókahorninum, og ein felagsnevnari í dag er barna og ungdómsbøkur. Rakel Helmsdal gav um vikuskiftið út nýggja barnabók við heitinum Loftar tú mær Rakel Helmsdal vitjar eisini Nón seinni í fyrra tímanum. Vit fáa eisini eitt ummæli av bókini Psykodrotningin eftir Onnu Maluni Jógvansdóttir. Eilen Anthoniussen ummælir. Í táttinum Mítt listaverk tosar Poul Clementsen um ein málning eftir Frimodt, sum hevur ein serliga søgu. Mentanarhvøkkur og útihýsing frá arbeiðsmarknaðinum eru millum viðkomandi evnini, nú Tórshavnar kommuna hevur evnisviku um tilflyting Diversity week. Siri Tórgarð integratiónssamskipari kemur á gátt í seinna tímanum. Og seinast í sendingini fara vit í Mentanarálmanakkanum at frætta um nakað av tí, sum fer fram á føroyska mentanarpallinum komandi vikuna. Vælkomin til mentanarmikudag. Í morgunsendingini í morgun greiddi Sondy Simonsen úr Klaksvík frá um tær avbjóðingar, ið hon hevur havt gjøgnum lívið, og hvussu hon er vorðin frísk. Soleiðis sigur Eilen Anthoniussen um bókina Psykosudrotningin sigur frá , sum Anna Malan Jógvansdóttir hevur skrivað og myndprýtt. Psykosudrotningin sigur frá er ein sokallað hyrbidbók, ið kann lesast sum ein ferð inn í upplivingar við psykosu, ótta og angist. Bókin er ein roynt at siga frá sálarsjúku frá einum persónligum sjónarhorni. Ein lurtari finst at, at sjálvt bøndur eru farnir at slakta og at tosa um gott ella vánaligt slakt, og ein annar lurtari spyr um orðið, at dyppa, er góðkent sum sigandi fyri at leypa á sjógv. Eisini er orðið, ólinioyra, sum hevur nógv ymisk heiti, sambært seyðabókini hjá Roberti Joensen. Elin Henriksen greiðir frá, hvat orðið merkir. Turkaland vil við álopunum gera ein 30 kilometrar djúpan geira og 480 kilometrar langan tryggan geira í Sýria framvið markinum til Turkaland. Endamálið er at reinsa økið fyri tað, sum turkarar siga eru yvirgangsfólk hjá kurdiska uppreistrarfelagsskapinum, YPG, og síðani senda fleiri milliónir sýrisk flóttafólk heimaftur til Sýria. Avgerðin hjá Donaldi Trump, forseta USA, um at taka amerikansku deildirnar úr Norðursýria, gjørdi, at tað bar til hjá Turkalandi at leypa á kurdar, sum annars hava hjálp USA og Vesturheiminum at berja niður IS í Sýria. Men amerikanski forsetin sigur, at USA stuðlar ikki turkisku innrásini móti kurdiskum bólkum, sum hava valdið í einum stórum øki í Sýria. Ein kurdisk deild í Norður Sýria segði í gjárkvøldið, at fimm sivilfólk og tríggir kurdiskir hermenn hava latið lív í turkisku bumbuálopunum í økinum. Heystið er yndisárstíðin hjá Tjóðhild Patursson. Hon er stjóri á háskúlanum á Sandi, og vit fara at hoyra um mold, grønmeti og um árstíðina. Meirilutin í nevndini, samgongan, tekur undir við uppskotinum, men hevur tó onkrar viðmerkingar. Meirilutin leggur millum annað dent á, at eykajáttanir sum meginregla skulu vera útreiðslunoytralar. Og meirilutin vil ikki játta 335.000 krónur til Uttanríkis og mentamálaráðið, tí ein partur er fluttur, og til Yrkisútbúgvingarskrivstovuna í sambandi við trípartasemju millum landsstýrið, arbeiðsgevarar og fakfeløg. Fíggjarnevndin fekk at vita, at pengar eru í aðalráðnum, sigur meirilutin. Minnilutin, andstøðan, mælir rætt og slætt landsstýrinum til at taka uppskotið aftur og koma við nýggjum uppskoti um eykajáttanir, sum er grundað á ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk. Talið á fólki, sum verða ávíst til húðambulatoriið á Landssjúkrahúsinum er so høgt sum ongantíð áður, sigur Edith Vang, sjúkrarøktarfrøðingur á Húðambulatorinum á Landssjúkrahúsinum. Økt mótstøðuføri Eisini bendir nógv á, at økt mótstøðuførið fyri vanligu viðgerðini, sum eitur Nix, er ein av orsøkunum til, at tað gongur striltið við at fáa bilbukt við smittuvandanum. Tí tað hevur víst seg, at í fleiri førum hevur vanliga viðgerðin ikki riggað nóg væl, og tí verða fleiri og fleiri send til húðlæknan fyri skrubb. Tá húðlæknin var í Føroyum í mars mánaði, taldi eg 32, sum vórðu send heim í viðgerð fyri skrubb, og tað er púra óvanligt, sigur Edith Vang, sjúkrarøktarfrøðingur. Talan er um svávul vaseline, sum Tjaldurs Apotekið hevur sett í framleiðslu aftur eftir umbøn frá Húðdeildini á Landssjúkrahúsinum, sigur Beinta Joensen, farmaceutur. Fyribyrging Sjúkueyðkennini eru skriði og útslett, og hevur tú hesi, eigur tú at fara til kommunulæknan til kanningar alt fyri eitt. Harafturat mæla myndugleikarnir til, at tú vaskar øll tíni klæði á minst 60 stigum, og at sengur, madrassur, sofur, dýnur og koddar verða dustsogin, eftir at tú hevur verið í viðgerð. Um tú hevur klæði, sum ikki kunnu vaskast so heitt, skulu tey koyrast í ein lufttættan posa og setast til viks í minst fýra samdøgur. Til 1. oktober hevði Tvøroyrar kommuna fingið góðar 700.000 krónur meira í fyribilsskatti enn í fjør. Vøksturin er umleið 1,6 prosent. Tað gongur skjótt at bora Sandoyartunnilin. Sandoyarmegin eru boraðir 734 metrar og Streymoyarmegin eru boraðir 260 metrar av tunlinum. Í Sandoynni verður tunnilsgrótið lagt í eitt grótbrot, har tað verður goymt til framtíðar verkætlanir. Í Streymoynni verður grótið koyrt niðan í hagan á Velbastað, har bøur síðani skal leggjast omanyvir. Síðani tunnilsverkætlanin byrjaði, hevur nógv kjak verið um, hvat grótið úr Sandoyartunnlinum skal og kann brúkast til. Ein ætlan var at víðka um vinnuøkið á Gomlurætt, men semja fæst ikki millum tunnilsfelagið og Tórshavnar Kommunu um tað. Tí verður hagin á Dali á Velbastað grivin upp og fyltur við túsundtals lastum av gróti úr Sandoyartunlinum. Borurin varð settur í á Gomlurætt 14. august, og higartil eru fleiri enn 3.000 lastir av gróti vippaðar í hagan á Velbastað. Síðst í juli kærdi býráðslimurin Annfinn Brekkstein loyvið til tyrvingina til Heilsu og Innlendismálaráðið, sum beindi kæruna víðari til Yvirfriðingarnevndina. Yvirfriðingarnevndin bað síðani um meira kunning og hana fekk nevndin 7. september. Har tykist málið standa í løtuni. Peter Fl gge, skrivari í Yvirfriðingarnevndini, segði fyri Kringvarpinum stutt eftir hetta, at kæran ikki kundi fáa steðgandi virknað, tí útgangsstøðið var, at loyvi varð givið longu í 2016. Tí skuldi nevndin fyrst meta um, hvørt málið skal takast upp til nýggja viðgerð, áðrenn nakað annað kemur upp á tal. Eisini segði Peter Fl gge, at fundur í fyrsta lagi fór at vera í dag, 10. oktober, har støða skuldi takast til, um málið fær nýggja viðgerð. Kringvarpið hevur tó fingið at vita, at fundurin í dag er avlýstur, og tí verður ongin viðgerð fyribils. Meira verður at frætta um málið í sendingini Breddin, í útvarpinum klokkan 17 05. Bjarni Árting Rubeksen, myndamaður hjá Kringvarpinum, var í dag á Gomlurætt og Velbastað, her grótið úr Sandoyartunlinum Streymoyarmegin verður tyrvt. 15 ár eru liðin, síðani norðurlendska matmanifestið varð skrivað. Vit hitta ein av kokkunum, Gunndur Fossdal, sum var við í klekingini av hesum manifesti. Nú er klárt at fara undir at um og útbyggja posthúsið í Klaksvík til mentanarhús. Hvussu verður nýggja húsið skipað, og hvussu verður farið fram við atlitið at posthúsbygninginum Vit fáa eina útgreining frá Ósbirni Jacobsen, arkitekti. Og hvør er munurin millum regionalan og google arkitektur Hetta fregnast vit um hjá Mayfinn Norðoy, arkitekti. Hanus Kamban fekk M. A. Jacobsens virðislønina fyri yrkisbókmentir. Hanus verður dagsins hósdagsgestur, tá ið sjøtul verður settur á seinna tíman. Hvussu kennist tað at noyðast at rýma úr heimlandinum, tí myndugleikarnir sensurera tín tónleik og forða tær at úttrykkja teg listarliga Tað veit egyptiski rapparin Yukka Shahin, sum nú býr í Danmark, haðani hon virkar sum aktivistiskur feministiskur rappari. Um vikuskiftið framførir hon í Norðurlandahúsinum í sambandi við Diversity week. 28 ára gamla egyptiski rapparin Yukka er uppvaksin og hevur livað størtsa partin av sínum lívi í Egyptalandi. Men í 2015 mátti hon rýma frá sínum lívi har, eftir at hon í kjalarvørrinum av tí Arabiska Várinum byrjaði at brúka rapptónleik aktivistiskt í eini roynd at gera umheimin varugan við politiskar trupulleikar. Hon kendi seg ikki longur trygga í Egyptalandi. Yukka rýmdi til Danmarkar, og hendan kollveltingini í lívinum gjørdi, at hon misti trúgvina uppá síni evni at úttrykkja seg ígjøgnum tónleikin. Men rappið hjálpti henni at finna seg sjálva aftur og at byrjað lívið av nýggjum. Í annaðkvøld klokkan 20 hevur hon spennandi og fjølbroytta konsert í Norðurlandahúsinum, saman við donsku turkisku AySay, ið eisini nýtir sínar røtur í tónleikinum. Gestir í sendingini Tróndur Leivsson, stjóri á Búnaðarstovuni Teitur Samuelsen, stjóri í P F Eystur og Sandoyartunlar Annfinn Brekkstein, býráðslimur í Havn, sum hevur kært avgerðina at tyrva grót í hagan úti á dølum á Velbastað Djóni Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabata Tormóður Stórá, yvirlækni á Psykiatriska Deplinum Elin Mortensen, føroysk sendikvinna í Brússel Dag Vernø Holter, serligur ráðgevi í norska Uttanríkisráðnum Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum Bárður á Steig Nielsen, løgmaður. Fyri fjøruti árum síðani gjørdist hann víðagitin sum sangari í bólkinum Boomtown Rats. Serliga var tað sangurin I don t like mondays , sum vakti ans víðahvar. Seinni skrivaði hann sangin Do they know it s Christmas , sum gjørdist ein av mest seldu sangum í bretskari tónleikavinnu. Tá mannaði hann eitt valalið av sangarum og tónleikarum at syngja til frama fyri hitt hungursrakta Etiopia. Band Aid nevndist tiltakið. Árið eftir í 1985 varð hjálparverkætlanin víðkað til heimsvíðfevndu Live Aid stuðulskonsertirnar í Onglandi og USA, sum varpaðar vórðu um allan heim, og sum nærum helvtin av heimsins íbúgvum sóu og hoyrdu. Talan var um eitt av størstu hjálpartiltøkum av sínum slagi nakrantíð. Ørandi stórar peningaupphæddir vórðu savnaðar inn um allan heim, og tær fóru til vælgerandi endamál í teimum fátæku londunum í Afrika. Bob Geldof hevur nú í mong ár verið virkin í øðrum menningar og hjálpartiltøkum í Afrika. Hann ferðast eisini dúgliga kring allan heimin sum fyrilestrarhaldari. Hann hevur nógv hjartamál umhvørvi er eitt, moralur og etikkur á heimspolitiska pallinum er eitt annað. Hann kann vera hvassorðaður og braneggjaður, og smæðist ikki at skjóta við skørpum. Á ársins Vinnudegi í Føroyum herfyri var hann høvuðsgestarøðari. Kringvarpið nýtti høvið at gera eina longri samrøðu við Bob Geldof á Vinnudegnum. Í barnaútvarpinum hava vit hoyrt søgurnar hjá Edwardi Fuglø. Vit hava hoyrt um øll tey, sum búgva á Mjólarvegi. Edward greiðir frá tí at tekna fuglar og mangt, mangt annað. Hvussu hevur gingið í Føroyum og aðrastaðni at arbeiða út frá teimum tíggju setningunum, sum yvirlýsingin innihelt Tað hava vit tosað við Gundur Fossdal um. Gundur var ein av teimum tólv kokkunum. Onkur hevur rópt tað eina mat kolvelting og onnur siga, at tað var júst hendan yvirlýsingin, sum bjargaði norðurlendska mat samleikanum, tá vit tosa um matstovuvirksemi. Vit tosa um Norðurlendska køks manifestið, sum varð orðað og undirskrivað á heysti í 2004. Hann fær friðarheiðurslønina, tí hann hevur megnað at fingið frið í lag millum Etiopia og Eritrea. Hann hevur leyslatið politiskar fangar, og hevur undirskrivað friðaravtalu við forsetan í Eritrea, Isaias Afwerki. Sum siður er, verður Nobel friðarheiðurslønin handað 10. desember á ráðhúsinm í Oslo. 219 persónar og 85 felagsskapir vóru í uppskoti til friðarheiðurslønina í ár, og tað er loyniligt í 50 ár hvørji eru í uppskoti. Í fjør fingu Denis Mukwege úr Kongo og Nadia Murad úr Irak friðarheiðursløn Nobels, fyri stríðið ímoti kynsligum harðskapi sum vápn í kríggi og vápnaðum ósemjum. Vinjard Magnussen hevur skrivað bachelorritgerð, sum nevnsit Tey burturvilstu Upplivingar og social avleiðing av fráfalli frá kristnari trúgv. Gestir Eyðfinn Jensen, tónleikasamskipari í KvF, Hans Pauli Tórgarð, tónleikari og undirvísari og Jóhan Hentze, tónleikari og musikklærari. Georg L. Petersen, tíðindaleiðari KvF, Jóhann Lútzen, stjóri Norðlýsi og Dánjal Højgaard, journalistur og løgfrøðingur á Starvsmannafelagnum. Herfyri hoyrdu vit í morgunsendingini, at 13 ára gamli, Gutti Eliassen, var boðin til Danmarkar at hitta og vera saman við Rasmus Seebach ein heilan fyrrapart. Fólk, ið arbeiða fyri Rasmus Seebach, hava tí leitað seg fram til, hvørjir hesir fjepparar kundu verið og ein teirra, sum er valdur út, er 13 ára gamli Gutti Eliassen. . Har greiddi hon frá um Gutta, hansara avbjóðingar og um, hvussu hann elskaði tónleikin hjá Rasmus. Tá hoyrdi hon einki aftur frá teimum. Men seinni ringdi kvinna, sum arbeiðir fyri Rasmus Seebach, til hennara. Hon segði sum var, at tey høvdu lisið nógv fjepparabrøv og høvdu valt Gutta sum ein av fáum, ið sleppur at hitta Rasmus. Sigrun Jónsveinsdóttir, Jórun Pólsdóttir, Ráll Rói Poulsen og Kitty Madsen, Virgar Hvidbro, John Petersen og Olga Kristina Hansen, Ester Kristiansen og Døgg Nónsgjógv. Jógvan Páll Lassen, Siggert Patursson og Lars Mohr Nielsen, Jonhard Klettheyggj, Jógvan á Lakjuni, Ingilín Strøm og Beinir Johannesen. Hann er uppvaksin í Skúgvi, haðani hann fekk nógv við sær. Hann gavst at lesa, tí ungdómsuppreisturin kom í vegin. Hann tók útbúgving sum sjúkrahjálpari og hevur arbeitt bæði í røktarheimum og pleygudeild, meðan hann hevur fingist við at skriva. Hanus Kamban hevur skrivað mangt og hvat, men hansara mest krevjandi verk eru stóru ævisøgurnar um Hans Andrias og Janus Djurhuus, ið tilsamans hava tikið eini 20 ár at skriva. Johan Hentze er nevndarlimur í felagnum Skansin . Umframt tað er hansara leiklutur at spæla trompet, tá ið landsdystir eru. Leygardagin klokkan 17 spæla Føroyar ímóti Rumenia, og tá verður Skansin eisini til staðar. Felagið skipar fyri upphiting í Dansifrøi frá klokkan 13. Spurdur um, hvørnn tónleik, Skansin spælir til landsdystirnar, svarar Johan, at tað eru fyri tað mesta einføld løg, sum fólk kunnu syngja við uppá. Onkur russiskur fólkamelodiur hevur sníkt seg inn í repertoirið, og Johan heldur ikki, tað fer at falla í ringa jørð hjá rumenum, nú, vit hugsa um søguligu viðurskiftini millum Rumenia og Russland. Faroe Islands Minority Film Festival, stytt FIMFF, verður um vikuskiftið. Stevnan varð sett hóskvøldið við fyrsta filminum í Norðurlandahúsinum og heldur fram í Reinsaríinum í Havn. Ein av fyriskiparunum, Siri Sørensen, greiðir frá um innihaldið umframt hvørja mótstøðu, festivalurin hevur fingið, ikki minst frá valdshavandi politikkara. Spurd um, hvat hon heldur um, at Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum og skúlamálum alment hevur ávarað foreldur ímóti at fara at síggja hesar filmar, sigur, Siri, at jenis er landsstýrismaður hjá okkum øllum og tískil hevur eina serliga ábyrgd, eisini mótvegis LGBT arum, sum eru í ymsum skúlum í Føroyum. Hoyr prát við Siri í Sirkus frá hóskvøldinum umfram brot við Jenisi í endanum av innslagnum. Brotið er frá samrøðu við Sáru Jógvansdóttir í morgunsendingini 24. september Loca er ein barr í Havn við meksikanskum íblástri. Virksemið byrjaði fyri einum ári síðani, og nú hava fólkini aftanfyri Loca tikið stig til at skipa fyri pop up matstovu við meksikanskum mati í barrini. Í fyrstu atløgu verður tiltakið eina ferð um mánaðin. Borðreitt verður við fimm sløgum av Taco. Sum nakað serligt verður mmøguleiki at royna kokktails við tequila. Hoyr prát við Adam Andreassen og Sigfríð á Plógv Fýra ferðsluóhapp hava verið hetta seinasta samdøgrið. Fyrsta ferðsluóhappið var í Funningsfirði klokkan 10 gjáramorgunin, tá ein bilur fór út av vegnum. Annað ferðsluóhappið var á Hálsi í Sandavági um hálvgum trý tíðina seinnapartin í gjár, tá ein bilur fór út av vegnum. Triðja ferðsluóhappið var á Strondum um hálvgum fimm tíðina seinnapartin, tá ein bilur eisini har fór út av vegnum Og fjórða ferðsluóhappið hetta seinasta samdøgrið var í gjárkvøldið um seks tíðina, tá enn ein bilur í Vestmanna fór út av vegnum, tá ein seyður leyp út á vegin. Eingin fólkaskaði var í teimum fýra ferðsluóhappunum, upplýsir løgreglan. Bilurin, ið fór út av vegnum á Hálsi í Sandavági, fór so illa, at pláturnar vórðu tiknar. Eitt fólk hevur latið lív og meira enn 1,6 milliónir fólk eru flutt burtur undan melduródnini Hagibis, sum kom inn yvir japansku strondina í dag. Melduródnin er stigað til at vera sera hørð, og longu nú eru avlýsingar. Millum annað er japanska Grand Prix ið í Formel 1 avlýst. Eisini fleiri rugbydystir eru avlýstir og 1.900 flogfráferðir eru avlýstar. Í fleiri matvøruhandlum er nógvar hillar tómar, tí fólk hava lagt inn undir seg í gjár. Heldur eingin tokferðsla er í dag, orsakað av melduródnini, sum er á veg inn yvir landið. Hagibis fer væntandi at raka Tokyo í kvøld. Tá er vindferðin væntandi upp í 60 metur s, og hon hevur gloprarregn við sær, ávarar japanska veðurstovan um, tað fer helst at regna ein hálvan metur upp á 24 tímar. Ann Britt Fríðheim Mortensen er 46 ára gomul, og er útbúgvin sosialráðgevi, master í positivari sálarfrøði og hevur drúgvar arbeiðsroyndir innan sosiala økið í Føroyum, Danmark og Grønlandi, stendur í tíðindaskrivi frá Kvinnuhúsinum. Hon hevur eisini arbeitt í Kvinnuhúsinum seinastu fimm árini. Ann Britt Fríðheim Mortensen tekur við starvinum eftir Elin Reinert Planck 1. desember. Zuma bað um, at sakarmálið varð slept, men tað sýtti kærudómstólurin fyri, tí byrjar rættarmálið móti fyrrverandi forsetanum týsdagin. Zuma er millum annað ákærdur fyri at hava tikið ímóti mutri frá einari franskari vápnafyritøku í nítiárunum. Ákærurnar eru í 16 punktum, og tær eru um mutur, svik og peningahvítting. Zuma sigur, at ákærurnar hava politiskt endamál, og hann vísir aftur at hava gjørt nakað ólógligt. Zuma sigur, at rættarmálið er órættvíst, tí tað er útsett í fleiri ár. Jacob Zuma var forseti í Suðurafrika frá 2009 til 2018. Hann varð noyddur at leggja frá sær í februar í fjør, og síðani hevur Cyril Ramaphosa verið forseti í Suðurafrika. Bjargingarbáturin Rescue LÍV varð sendur at hjálpa manninum á bátinum, sum var staddur á Kaldbaksfirði, men hetta varð síðani avlýst. Nú verður søkt eftir rektara til Glasir. Umsóknin skal vera Uttanríkis og mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 10. november. Starvið verður sett 1. januar næsta ár, ella eftir avtalu við umsøkjaran, sum fær starvið. Bogi Bech Jensen segði seg úr starvinum sum rektari 3. september. Bogi Bech Jensen fór úr starvinum alt fyri eitt. Steinbjørn Hardlei, umsitingarstjóri á Glasi, hevur verið virkandi rektari síðani. Tá Bogi Bech Jensen fekk starvið sum fyrsti rektarin á Glasi, søktu 11 um starvið. Tað var í 2015.Lønin hjá rektaranum er 59.368,03 krónur og 15 prosent í eftirløn um mánaðin. Á Glasi eru meira enn 1.500 næmingar og 250 starvsfólk. Bogi Bech Jensen sigur, at hann segði upp, tí nú er liðugt at leggja saman skúlarnar, sum eru í Glasi. Teir eru Føroya studentaskúli og HF skeið, Tekniski skúlin í Havn og Føroya handilsskúli. Bogi Bech Jensen mælti sjálvur til, at Steinbjørn Hardlei tók við sum virkandi rektari. Bogi Bech Jensen fær løn til nýggjárs, tí setanarsáttmálin hjá honum sigur, at hann eigur løn í tríggjar mánaðir eftir, at hann fer úr starvi. Hann skal vera til taks hesa tíðina, um onkur fyrispurningur er til dømis. Stjórin fyri innanlandstrygd í USA, Kevin McAleenan, hevur sagt seg úr starvi eftir bara seks mánaðir í sessinum. Tað skrivar BBC. Amerikanski forsetin, Donald Trump, skrivar á Twitter, at McAleenan vil brúka meira tíð saman við familjuni, og at eftirmaður hansara verður kunngjørdur í næstu viku. McAleenan er 48 ára gamal, og er fjórði persónur, sum hevur verið leiðari fyri Homeland Security meðan Trump hevur verið forseti. McAleenan hevur havt eftirlit við avgjørda politikkinum hjá Trump í sambandi við at minka talið av tilflytarum sum koma um meksikanska markið. Greinarar siga, at samskiftið millum Trump og McAleenan hevur verið stirvið, og McAleenan hevur funnist at tónanum í kjakinum um tilflytarar. McAleenan tók við sum stjóri fyri Homeland Security í apríl eftir Kirstjin Nielsen. Trump legði hana undir ikki at verða nóg hørð til at hava eftirlit við tilflytarum. Funnist hevur verið at McAleenan fyri at verða ov avgjørdur og fremja null tolerancu politikkin hjá Trump fyri tilflytarar, tí familjur fóru í tvíningar við syðra landamarkið í USA. Men McAleenan helt fast og segði, at deildin fyri Innanlandstrygd hevur skyldu at halda lógina, og ikki at gera lógina. Fyrr í hesum mánaðinum skrivaði blaðið Washington Post at McAleenan er vorðin alsamt meiri avbyrgdur í Trump umsitingini av øðrum meiri harðmæltum stuðlum hjá Trump forseta, skrivar BBC. Ein teirra, sum fær fitt av fiski inni á fjørðinum í Vestmanna í dag, er Agnar Joensen, sum vit tosaðu við í útvarpstíðindunum 12 20. Tað var ikki óvanligt, at fólk tveittu leivdir í náttúruni fyrr, men hetta er minkað tey seinnu árini, sigur umsjónarmaðurin hjá Tvøroyar kommunu. Stórur áhugi tykist vera fyri grundstykkjum á Eiði. Eiðis kommuna keypti herfyri jørð, ið nú skal stykkjast út til fimm kommunal grundstykki. Kommunan heitti í summar á fólk, sum vóru áhugað í grundstykkjunum, um, at skriva seg upp. Tá freistin var úti týsdagin, høvdu tíggju fólk skrivað seg upp. Nú hava vit so fingið staðfest eftirspurningin eftir grundstykkjum í kommununi, sigur Jógvan í Skorini, borgarastjóri á Eiði, við útvarpið. Stóri áhugin fyri grundstykkjunum ger, at kommunan í næstum væntandi eisini fer at keypa meira jørð, ið skal stykkjast út til grundstykki. Undirtøka tykist vera í bygdaráðnum fyri, at keypa meira jørð, so vit kunnu bjóða nøkur grundstykki afturat, sigur Jógvan í Skorini. Teir síðstu dagarnar er so nógv avfall komið niður í Føroyum, at yvirflóð hevur verið í vatnbyrgingum hjá SEV, sigur elfelagið á heimasíðuni. Hetta er aðru ferð í ár, at tað hevur regnað so illani, at vatn er flotið yvir í vatngoymslunum, hóast turbinurnar hava arbeitta av fullari megi. Fyrru ferð, tað fleyt yvir í vatngoymslunum í ár, var í februar. Nógva regnið hesar síðstu dagarnar sæst eisini aftur í el framleiðsluni. Hósdagin stavaði 60 prosent av streymframleiðsluni hjá SEV frá vatnorku, í gjár var talið 69 prosent og í dag somuleiðis 69 prosent. CNN sigur, at eingin er handtikin enn, men løgreglan hevur funnið tveir 9mm revolvarar á staðnum. Inni á ólógligu spælimiðstøðini fann løgreglan eisini terningar og spælikort. Lógaruppskotið snýr seg um gildistíð fyri fiskirættindi, hvussu landið útlutar fiskirættindi, herundir at avtaka ásetingarnar um uppsboðssøluna í galdandi lóg, at fiskirættindi frameftir vera knýtt at skipinum, at linka treytirnar um útlendskan kapital og eigaraskap, linka reglurnar um umsetiligheit, brúksskyldu, fiskidagaskipan og kravið um føroyskan kaikant. Teir eru nú í einum staðið, sum USA hevur valdið á, sigur amerikanski forsetin, Donald Trump. Yvirgangsmenninar hava kurdarnir havt sitandi hálvtannað ár. At yvirgangsmenninir eru fluttir, hevur beinleiðis samband við, at Turkaland er farið inn í Sýria at taka land frá kurdum fyri at gera ein trygdargeira á markinum millum Turkaland og Sýria. Teir báðir yvirgangsmenninir gjørdust víðakendir saman við tveimum øðrum undir navninum the Beatles , tí teir tosaðu væl enskt. Hesir fýra píndu og drupu vesturlendskar fangar í Sýria, teirra millum amerikanska journalistin, James Foley, sum varð dripin í 2014. Summi dráp vóru tikin upp á video og løgd út á netið. Árið eftir í 2015 doyði ein av yvirgangsmonnunum, Mohammed Emwazi nevndur Jihadi John, í einum amerikanskum álopi og ein annar, Aine Davis, er fongslaður í Turkalandi. New York Times skrivar, at amerikanskir myndugleikar fyrireika at flyta teir báðar, sum hava sitið í kurdiskum fongsli, til rættarsókn í USA. Yvirgangsmenninir eru bretskir ríkisborgarar, men bretskir innanríkisráðharrar hava ikki viljað latið USA próvtilfar ímóti teimum uttan fyrst at fáa trygd fyri, at teir sleppa undan deyðarevsing. Ta avgerðina broytti bretski innanríkisráðharrin, Sajid Javid, tá hann tók við sum innanríkisráðharri í fjør. Hann sendi 600 vitnisfrágreiðingar til USA uttan fyrst at tryggja sær, at deyðarevsing ikki fór at verða brúkt. Teir í Citybois njóta summarið, men hjá Thor troðka tankarnir seg fram, tá hann fyllir 19 ár. Hann kennir seg kroystan í leiklutinum sum tann æviga glaði Citybois Thor , og hann vónar, at hann fer at duga betur at vera einsamallur, verða ærligur, siga nei og verða vaksin á rættan hátt. Hann er skelkaður, tá hann fær angistherðindi fyrstu ferð. Nikita er bundin av keypigleði, og hon brúkar allar pengarnar til klæði og makeup. Man tað nakrantíð fara og eydnast henni at sleppa burtur úr tí Hava nýggjar tilgongdir gjørt, at val verða betur viðgjørd Í sjónvarpsstovuni Jørgen Huitfeldt, redaktørur Kvartal, og Eva Landahl við ábyrgd av valinum SVT. Bibi R d , programmleiðari, og Hannah Widell, Perfect Day Media. Í 2016 varð systkinaavslátturin í Tórshavnar Kommunu broyttur soleiðis, at foreldur bara skulu gjalda fyri at fáa yngsta barnið ansað. Sambært trivnaðarstjóranum í Tórshavnar kommunu, Jóan Petur Hentze, vaksa krøvini til dagstovnaøkið støðugt, og tað leggur trýst á umsitingina. Tropiska ódnin Hagibis rakti sunnanfyri Tokyo í gjár og flutti seg síðani norðureftir í gjár og í nátt. Ódnin elvdi til ógvusliga vatnflóð, og nógv fólk vórðu strandað á húsatekjum, har tey høvdu leitað sær undan vatnflóðini. Tað skrivar BBC. Uppskotið um nýggja løgtingslóg um sjófeingi skal geva vinnuni tryggar karmar. Og útlendiski kapitalurin kann vera við til at menna føroysku fiskivinnuna skjótari, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í Fiskivinnumálum. Í kvøld fæst at vita, um føroyameistarnir í manshondbólti, H71 í Hoyvík, eru mentir at spæla seg víðari í evropeisku EHF kappingini fyri meistaralið í manshondbólti. Púra óvæntað vunnu føroyameistarnir fyrra dystin móti slovenska meistaraliðnum RK Maribor Branik í høllini á Hálsi í Havn fríggjakvøldið. Úrslitið var 25 24 til H71. Seinni og avgerandi dysturin um hvat av hesum báðum liðunum heldur fram í kappingini verður spældur í høllini á Hálsi í Havn í kvøld. Útvarpið hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum, sum byrjar klokkan sjey. Fyri fimtu ferð er uppskotið um at avtaka meirvirðisgjald á heimavirkisvørum og geva skattalætta til tey, ið gera heimavirkisvørur, lagt fyri Løgtingið. Ætlanin við uppskotinum er, at heimavirkisvirksemi skal sleppa undan meirvirðisgjaldi, og bert tann parturin, sum fer uppum 50.000 krónur árliga, skal skattast við 15 prosentum. Forkvinnan í Heimavirkisfelagnum sigur, at tað ger stóran mun. Fyrr í ár talaðu Maj Britt Jacobsen og Sissal Kristiansen at uppskotinum. Tær arbeiða við føroyskari sniðgeving og klædnaframleiðslu. Tað er niðurgering av okkara yrki, at politikarar tosa um okkara vinnu sum eitt ítriv, og ikki sum eina vinnu, sum er við til at halda samfelagnum uppi, sigur Sissal kristiansen, sum eigur Shisa Brand. Púra óvæntað vann H71 fyrra dystin móti slovenska meistaraliðnum RK Maribor Branik í høllini á Hálsi í Havn fríggjakvøldið. Úrslitið var 25 24 til H71. Seinni og avgerandi dysturin um, hvat av hesum báðum liðunum heldur fram í kappingini, verður spældur í høllini á Hálsi í Havn í kvøld. Fólk savnaðust aftur í Hong Kong í dag at mótmæla. Mótmælisfólkini og løgreglan brustu saman ymsa staðni í býnum í dag og inni í handilsmiðstøðini, New Town Plaza. Tað skrivar tíðindastovan Reuters. Mótmælini byrjaðu friðarliga á middegi lokala tíð, men síðani eru fleiri fólk løgd afturat gjøgnum dagin, og mótmælisfólkini hava avbyrgt vegir, metro støðir og gjørt herverk á handlar. Løgreglan sigur, at mótmælisfólkini hava kastað múrsteinar og bensinbumbur eftir løgregluni. Løgreglan hevur handtikið nøkur fólk og brúkt táragass. Fólkini í handilsmiðstøðini stuðlaðu mótmælisfólkunum, og fleiri og fleiri venda sær í móti løgregluni, tí tey halda, at hon er ov ógvuslig í handfaringini av mótmælisfólkunum. Í 20 ár sat Kári P. Højgaard í býráðnum í Runavík. Fleiri av hesum árum var hann formaður í havnarnevndini. Hann varð valdur í 1988, men gavst í 2008. Hann helt, at býráðsarbeiðið og løgtingið hóvaðu illa saman. Eitt áhugamál hevur verið útróður. Eina ferð var hann læstur inni í lastini við kós til havs og visti ikki síni livandi ráð. Kári var formaður í Sjálvstýrisflokkinum í nógv ár og umboðaði hann í landsstýrinum frá 2011 til 2013. Hetta var spennandi tíð, men endaði við, at hann varð loystur úr starvi. Í dag eru fleiri upptøkur úr Miðvágs og Sandavágs kirkjum, Fuglafjarðar Gentukór er eisini við, og so er eisini sangurin Í Thule sæt kongur. Á hesum túrinum hitta vit somu seyðamenn, sum vit hittu í lembingini í vár. Teir gera allir nógv burtur úr seyðahaldinum. Kortini er tað ymiskt hvussu tað roynist í ár. Dánjal Petur M Müller, bóndi á Hellugarði í Kvívík, hevði væntað sær meira av skurðinum, tí nógv gras hevur verið hjá seyðinum at etið. Kortini verður hetta ikki meira enn eitt miðal ár í vekt, sigur hann. Hann fer altíð tíðliga á fjall, tí tað heldur hann er betri fyri at fáa kjøtið at ræsna. Í Bø hava tey eisini bíðað eftir fjallveðri. Eftir at fyrsta veðurlambið úr Kleivarhaga beint omanfyri bygdina er flett, halda teir, at tað verður eitt gott miðalár. Hesa tíðina tosa menn eisini nógv um seyðasýningarnar, sum standa fyri framman. Erik Heinesen, bóndi í Bø, undrast á, at so nógv verður gjørt burtur úr kleyvunum, ullini og hornunum á seyðinum og minni burtur úr tí, sum hevur við kjøtið at gera. Tað er hóast alt tað alt snýr seg um, sigur Erik. Petur Andreasen, sum hevur sín seyð í stranda haga norðanfyri Klaksvík, sigur, at hetta er eitt vánaligt ár hjá sær. Miðalvektin á lambskrovunum plagar at vera um 32 pund. Í ár verður hon ikki meira enn 28 pund. Hann hevur onga frágreiðing, tí seyðurin hevur fingið nógv gras. Ein frágreiðing kann tó vera, at tað eitt skifti í lembingini kavaði í bakkan. Jógvan Christiansen á Skála bíðar eisini eftir fjallveðri í Miðhaganum á Skála, har hann er røktingarmaður. Hann hevur tó tikið væl av seyði og flett, og hann er væl nøgdur við úrslitið. Jógvan gevur seyðinum nógv afturat um várið og leggur seg serliga eftir at fáa tvílembur. Og úrslitið er avbera gott, hoyra vit í sendingini. Í dag vitja flokkar úr Skála skúla hjá Jógvani og hann flettir og greiðir teimum frá. Skúlaleiðarin á Skála, Nomi Jacobsen, sigur, at tað er ikki nóg mikið at sita við einari bók í skúlanum. Næmingarnir læra nógv meira av at síggja og sleppa at nema við, tá flett verður, sigur hon. Konan Anna Christiansen ger eisini nógv burtur úr heystinum. Hennara uppgáva er serliga at taka sær av innvølinum og gera burtur úr honum. Hon sigur, at húsfólkið etir alt av seyðinum. M.a. plagar hon at hava kips aftur við blóðpylsu. Anna matger eisini til fjallfólkið og hon ger nógv burtur úr. Eisini hoyra vit nyggjan tónleik frá m. a. hesum. Alt byrjaði í 2009, tá Sunneva skuldi vitja eina vinkonu í Bangladesj. Í samband við ferðina skuldi Sunneva vitja eitt barnaheim sunnanfyri í landinum. Áðrenn fráferð kannar Sunneva umstøðurnar á barnaheiminum og ásannar, at børnini liva undir sera ringum korum. Hon vildi tí fegin savna pening, áðrenn hon fór úr Føroyum. Tá kom hugskotið um at gera eina bindibók, sum skuldi savna pening til at stuðla børnunum á barnaheiminum. Okkara Bindibók kom út eftir stutta tíð og varð næstan útselt beinanvegin. Hetta førdi við sær, at Sunneva hevði 200.000 krónur við sær, tá hon fór til Bangladesj. Hesin peningurin var við til at stuðla einum nýggjum barnaheimið, har tað í dag búgva 70 dreingir. Síðan 2009 hava tey við stuðli úr Føroyum, gjørt umstøðurnar hjá teimum 70 dreingjunum á barnaheiminum Charfassin munandi betri. Teir hava í dag eitt trygt heim, hvør sína song, reint vatn, mat í munnin, vesi viðurskiftini eru í lagi og teir ganga allir í skúla. Men nú hevur keyparin, sum hevur tikið ímóti størstu nøgdini av reinsaðu spilloljuni, boðað frá, at tey ikki kunna taka móti oljuni longur. Harafturat er ein stórur keypari farin at taka ímóti minni nøgdum. Hetta merkir, at kann gerast ein stór útreiðsla hjá IRF bæði at taka ímóti spilloljuni, og nú eisini at sleppa av við reinsaðu spilloljuna, sigur Poul Andrias Joensen, stjóri í IRF Ólavur greiddi frá sínum barndómi, og at tað var púra natúrligt, at hann fór at syngja, tí tað hevur altíð verið tónleikur í familjuni. Fyri nøkrum árum síðani var hann í studio í Nashville. Tað var eitt heilt serligt upplivislsi fyri hann. Seinni í hesum mánaðanum hevur hann eina stórfigna konsert í Løkshøll. Steffan og Sørmundur eru synir Bjørn og Hennibeth Kalsø, bóndahjún á Syðradali, og sambært gomlum siði á Syðradali vórðu gávuseyðir latnir brúðarpørunum. Man kann kanska kalla hetta eina samhaldsfasta skipan, har brúðarparið í bygdini fekk ein seyð í gávu sum ískoyti til húsarhaldið, greiðir Bjørn Kalsø frá, tá hann verður spurdur um hendan gamlan siðin. Onnur geldærin vigaði 59 pund og hevði 26 merkur av tálg, meðan hin vigaði 54 pund og hevði um 29 merkur av tálg, greiðir Steffan Kalsø frá og leggur afturat, at enn er ikki avgjørt, hvørt hjúnið fær hvørja ær. Sigfríður Clementsen, Tróndur Arge og Símun Joensen práta um dystin móti Rumenia, og so verður hugt at dystinum móti Malta týskvøldið. Eisini verður kjakast um landsliðsvenjaran, hvør skal standa á odda fyri landsliðnum, og hvussu skal stjórnast Carles Puigdemont er fyrrverandi forseti í Katalonia, og í 2017 stóð hann á odda fyri sponsku stjórnini í Katalonia, sum royndi at loysa frá restini av Spania. Boð eru fyrr givin um at handtaka Puigdemont, men boðini vórðu ógildað í 2018. Handtøkuboðini í dag koma eftir at fleiri katalonskir uppreistrarleiðarar í dag eru dømdir millum níggju og 13 ára fongsulsrevsing fyri at hava eggjað til uppreistur í sambandi við fólkaatkvøðuna um loysing í Katalonia í 2017. Millum tey dømdu er fyrrverandi varaforsetin, Oriol Jun queras. Hann er dømdur 13 ára fongsulsrevsing. Tilsamans fingu 12 fólk dóm, men trý fingu ikki fongsulsrevsing. Øll noktaðu seg sek. 100 ára fongsul tilsamans. Hetta er skemdargerð. Tíðin er komin, at vit taka stig til frama fyri døtur og synir okkara, fyri fólkaræðið og fyri Evropa, skrivar Puigdemont á Twitter. Spanski grundlógardómstólurin segði, at fólkaatkvøðan um loysing í oktober 2017 var ólóglig, og spanska stjórnin sendi 10.000 hermenn til Katalonia at forða fyri, at valið varð hildið. Carles Puigdemont, sum var forseti í Katalonia, flýddi í oktober í 2017 úr Spania. Hann býr nú í Belgia. Spanskir myndugleikar hava roynt at fáa hann útflýggjaðan, men tá ein týskur dómstólur vísti aftur at útflýggja Puigdemont til Spania til rættarsókn fyri uppreistur, tók Spania boðini um handtøkuna aftur í 2018. Men nú eru nú hevur Hægstirættur í Spania aftur givið boð um at handtaka Puigdemont. Í dag hava samanbretstir verið millum mótmælisfólk og løgreglu á flogvøllinum í Barcelona, eftir at teir nýggju fyrrverandi uppreistrarleiðararnir í spanska Katalonia eru dømdir. Spanska hevur løgreglan sent 1.800 løgreglufólk aftrat til Katalonia. At judo í Føroyum er í framgongd sæst eisini aftur í, at talið av virknum feløgum veksur. Í dag eru seks judofelag í Føroyum. Tá talið var lægst, vóru einans tvey feløg fyri nøkrum árum síðani. Í innslagnum verður sagt, at Føroyar ongantíð áður hava fingið 0 stig í eini undankapping. Tað er ikki rætt. Bæði í 1994 og 2008 fingu Føroyar einki stig. Haldið okkum til góðar. Rólant Waag Dam, redaktørur á 3 2 Steffan og Sørmundur eru synir Bjørn og Hennibeth Kalsø, bóndahjún á Syðradali, og sambært gomlum siði á Syðradali vórðu gávuseyðir latnir brúðarpørunum. Man kann kanska kalla hetta eina samhaldsfasta skipan, har brúðarparið í bygdini fekk ein seyð í gávu sum ískoyti til húsarhaldið, greiðir Bjørn Kalsø frá, tá hann verður spurdur um hendan gamlan siðin. Onnur geldærin vigaði 59 pund og hevði 26 merkur av tálg, meðan hin vigaði 54 pund og hevði um 29 merkur av tálg, greiðir Steffan Kalsø frá og leggur afturat, at enn er ikki avgjørt, hvørt hjúnið fær hvørja ær. Yvirskipaða endamálið við mentorskipanini fyri ung, er at veita eitt upplýsandi, fyribyrgjandi og mennandi tilboð til tey, ið kunnu hava ymsar trupulleikar og sálarligar ampar at dragast við. Við vegleiðing frá sjálvbodnum mentorum, ið eru skúlað til endamálið, vera tey ungu stimbra og sjálvvirði og trivnaðurin mentur. Eg sá eina lýsing á facebook um at gerast mentor, og eg havi longi gingið við einum tanka um, at eg fegin vil gera ein mun. Serliga tá eg veit, at nógv ung stríðast og hava tørv á hjálp. Soleiðis greiðir Marjun Tausen frá, um hví hon hevur valt at gerast mentor. At vera ungur í 21. øld kann ofta tykjast vera avbjóðandi, og ein hevur ofta kenslu av at vera troyttur. Nógv krøv og nógvar væntanir eru til tey ungu. Foreldur vóna, at barnið fær sær útbúgving, lærarin væntar, at næmingurin fylgir væl við í hvørjum tíma, vinirnir vænta sítt, og samfelagið hevur síni áhugamál. Umframt hetta uppliva ung eisini persónligar avbjóðingar, so sum hjúnaskilnað, deyða, sjúku, hjartasorg, happing og einsemi. Allar hesar avbjóðingarnar eru við til at gera tað trupult at liva upp til øll krøvini, ið verða sett teimum ungu í dag. Nógv megna ikki at fáa eina ungdómsútbúgving, tí tey mangla tann neyðuga stuðulin og álitið á, at teirra dreymar og mál kunnu gerast veruleiki. Nógvum ungum tørvar gott samskifti við vaksnar fyrimyndir. Spurningarnir snúgva seg um fartelefonir í bussum og bíðirúmum, hámarksferð og fjarstøðu millum bilar á landsvegnum, óneyðug lýsingabløð í postkassanum, og um stjórar, sum ikki heilsa uppá síni starvsfólk. Sakarmálið millum Betrisamtakið og fyrrverandi forstjóran har, Ben Arabo, er útsett. Málið skuldi annars viðgerast í Føroya rætti í fýra dagar, frá 18. til 21.november. Tað vóru allir partar samdir um á fyrireikandi rættarfundi í apríl. Men nú hevur Betrisamtakið biðið um, at viðgerðin verður útsett í nakrar mánaðir. Ben Arabo varð sagdur úr starvi sum forstjóri í Betrisamtakium í september í fjør. Hann hevði tá sitið í starvinum í minni enn eitt ár. Betrisamtakið heldur ikki, at Ben Arabo hevur rætt til síðstu 12 mánaðarlønirnar, tí hann hevur mishildið sín sáttmála við Betrisamtakið. Ætlanin er eisini at gera tað næsta ár. Men ein rammusáttmáli skal gerast og nýggjur fiskirættindasáttmáli skal gerast millum londini. Teir skulu so koma í gildi í 2021. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, ráðførdi seg við Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum í gjár. Hann hevur ikki fingið svar frá nevndina enn. Frá 2014 til 2018 fingu føroysku lívstryggingarfeløgini og eftirlønargrunnarnir í miðal bara helvtina so nógv fyri sínar íløgur sum feløgini og grunnarnir í Danmark fingu. Tryggingareftirlitið hevur kannað árliga íløguavkastið. Úrslitið er, at hjá teimum føroysku feløgunum var avkastið í miðal 2,6 prosent, í Danmark var tað 5,2 prosent. Tryggingareftirlitið sigur, at í fjør var fall á partabrævamarknaðinum, sum gjørdi, at føroysku feløgini høvdu minus 1,5 prosent í avkasti, men avkastið hjá donsku feløgunum var minus 1,8 prosent. Ein orsøk til lægra íløguavkastið hjá føroysku feløgunum 2014 2018 er, at føroysku feløgini hava sett ein størri part av íløgunum í stats og realkreditlánsbrøv. Donsk feløg hava gjørt fleiri íløgur í partabrøv og í grundir og bygningar, sigur Tryggingareftirlitið. Eftirlitið sigur, at lutfalsliga stórur munur er á miðal íløguavkastinum hjá teimum einstøku føroysku feløgunum. Eitt dømi er, at tann, sum tjenar 30.000 krónur um mánaðin og rindar 15 prosent í eftirløn, gevur árligt avkast, sum er 2,6 prosent, 2,3 milliónir krónur. Danskir miðlar hava annars gitt, at høvuðsvenjarin hjá AC Horsens fór at loysa Lars Olsen av í starvinum sum føroyskur landsliðsvenjari. Somu søgur fingu av álvara bein at ganga á, tá liðformaðurin í AC Horsens og føroyski landsliðsleikarin, Hallur Hansson, segði, at hann helt Bo Henriksen hevði riggað sera væl í starvinum. Ole Børud er ein sera evnaríkur normaður, sum er at metast sum ein av allarkendastu kristnu tónleikarum í Skandinavia. Hann spælir alskins ljóðføri, skrivar sangir, leggur til rættis og hevur absolutt eitt veikt hjarta fyri funk og vestcoast tónleiki, við einum ísletti av Toto, Quncy Jones, George Duke og Earth Wind og fire. Vit hitta eisini Kenneth Bærentsen, sum saman við sínum vinfólkum, raðfesta samanhaldið so mikið høgt, at tey hava sett vinarlagið í fasta skipan. Vinaløg og samvera eru í nógvum førum ein fortreyt fyri at tú kanst koma í javnvág sum menniskja, sigur ráðgevin og kveikjarin Poul Jákup Thomsen, sum vit hittu í felagshølunum hjá Bátafelagnum. Hvat eru vinir, hví er umráðandi at hava vinir, og hvat hendir, um vit ikki hava vinir. Hesar og aðrar spurningar viðgera vit saman við Bjørghild Djurhuus, heilsufrøðingi, Bergi Debes Joensen, presti, og Suna Poulsen, sálarfrøðingi. Tað longsta tíðarskeiðið vinkonurnar Sissal og Marita ikki hava havt samband antin sæst, tosa í telefon ella seinnu árini havt netsamband seinastu 35 árini, er tríggjar vikur Í sendingini verður sagt, at tær hava sæst í minsta lagi 3. hvørja viku, men hetta er ikki rætt . Orsøkin til, at tær gjørdust hjartavinkonur, er at tær báðar vóru eitt sindur av tveimum outsidarum , tá tær hittust. Leygarmorgunin átti Rósa Heinesen fyrsta barnið hjá sær og Niels Rødgaard á Landssjúkrahúsinum. Og nýklaktu foreldrini eru, sum vera mann, púra býtt í væl skapta soninum, ið liggur heitt og fjált í barminum hjá mammuni í Gestalonini á Landssjúkrahúsinum Men myrk ógviliga myrk skíggj hanga yvir løtuni. Samstundis sum Niels Rødgaard, ið er ættaður av Tvøroyri, og Rósa Heinesen, ið er ættað av Toftum, hava fingið lívsins dýrabærastu gávu, at sleppa heilsa upp á teirra fyrstafødda son, so skulu tey eisini siga fravæl til mammuna Niels, sum liggur til tað síðsta við krabbameini. Rósa Heinesen og Niels Rødgaard eru nevniliga búsitandi í Keypmannahavn, har Niels lesur søgu og samfelagsfrøði á Roskilde Universitet. Men tá mamma Niels ringdi og bað tey koma heim, tí hon ivaðist, hvussu leingi, hon hevði eftir, ja, so ivaðust tey ikki. Heldur ikki, hóast hetta var tvær vikur, áðrenn Rósa var sett at eiga. Tey keyptu ferðaseðlar, pakkaðu kuffertini, fingu eina læknaváttan, og komu heim so skjótt tey yvirhøvur kundu, fyri at vera saman við mammu Niels. Sonur Rósu Heinesen og Niels Rødgaard kom í verðina í øllum góðum, og omman fekk høvið at heilsa upp á sítt fyrsta ommubarn. Men í hesum ógvusliga samanbresti av gleði og sorg, hava Rósa Heinesen og Niels Rødgaard fingið at vita, at tað fer at kosta teimum í øllum førum 26.000 krónur, at Rósa noyddist at eiga teirra fyrstafødda í Føroyum, fyri vera saman við doyggjandi mammuni hjá Niels. Men reglurnar á økinum eru greiðar, sigur Thomas Schiøler, læknastjóri, sum harmast støðan, Rósa Heinesen og Niels Rødgaard eru komin í. Breddin hesaferð tosar við Niels Rødgaard, sum er komin heim til mammu sína, sum liggur til tað síðsta. Hann er lesandi, men tað er unnustan ikki, og unnustan hevur átt ein son á Landssjúkrahúsinum meðan tey eru heima. Rósa Heinesen er júst liðug við sín lesna, men fær parið eina rokning uppá minst 26.000 krónur frá landssjúkrahúsinum. Eisini tosa vit við Katalanska uttanríkisráðharran, Alfred Bosch, nú undangongumaður hansara saman við 11 øðrum Katalanskum politikarum er fonglsaður av sponsku stjórnini. Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi og forkvinna í Vinnunevndini, Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkin og næstformaður í Vinnunevndini, Aksel V Johannesen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin og fyrrverandi løgmaður og Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin kjakast um fiskivinnuuppskotið hjá Jacob Vestergaard og um útlit eru fyri einari breiðari semju. So greiður er Thomas Schiøler, læknastjóri, nú føroyska sjúkrahúsverkið fer at senda Rósu Heinesen og Niels Rødgaard eina risa rokning fyri at tey noyddust at eiga teirra fyrstafødda son í Føroyum. Tey bæði er annars fyribils búsitandi í Keypmannahavn, meðan Niels Rødgaard lesur. Men tey noyddu heim í skundi at vera um mammu Niels, ið hevur krabbamein og liggur til tað síðsta . Undantøk vera tó givin fyri føroyskar kvinnur, sum eru undir útbúgving uttanlands, at tær kunnu eiga ókeypis í Føroyum, og tá talan er um bráðfeingis støður, sigur læknastjórin á Landssjúkrahúsinum, Thomas Schiøler. Men tað er ikki nokk, at maðurin er lesandi. Fleiri miðlar skrivaðu í gjár, at uppskotið til Brexit avtalu verður kunngjørt í morgun. Sambært AFP tíðindastovuni hava samráðingar millum ES og Bretland verið í alla nátt um eina nýggja Brexit avtalu. Samráðingarnar halda fram í morgun, skrivar BBC. Í London siga keldur á stjórnarskrivstovuni hjá Borisi Johnson, at nakað er eftir á mál. Samráðingarumboðið fyri ES, Michael Barnier, hevur sagt, at uppskot um avtalu skal liggja á borðinum í morgun, um ES londini skulu hava møguleika fyri at meta um uppskotið undan toppfundinum, sum byrjar í morgin. Draga samráðingarnar út og eingin avtala liggur á borðinum, siga embætisfólk, at samráðingarnar verður uppafturtiknar í næstu viku, og at kallað verður inn til nýggja toppfund. 31. oktober skal Bretland eftir ætlan fara úr ES. Samstundis leggur turkiski forsetin sýriska herin undir at hava ábyrgdina av álopi á býin, Manbij, í gjár, har ein turkiskur hermaður lat lív. Kurdiskar YPG deildir hava havt valdið í Manbij við stuðli frá amerikanarum. Amerikanska samgongan í Sýria váttaði í gjár, at hon hevur tikið allar sínar deildir úr Manbij. Hermenn í sýriska stjórnarherinum komu í gjár til býin. Sambært almenna sjónvarpinum í Sýria, skulu sýrisku stjórnardeildirnar stuðla kurdunum í økinum. Turkiski verjumálaráðharrin hevur áður sagt, at kurdiskar deildir framdu álopið í økinum. Men í gjárkvøldið segði Erdogan, at tað var sýriski stjórnarherurin, sum leyp á. Hetta er úrslit av, at sýriska stjórnin leypur á í økinum. Vit svaraðu dyggiliga aftur, og bóru so í bandi, at stýrið rindaði dýran prís fyri hetta, segði Recep Tayyip Erdogan. Turkaland sigur, at tilsamans 637 YPG og PKK uppreistrarmenn eru deyðir í turkiskum álopum. Turkaland kallar YPG og PKK uppreistrarmenninar fyri yvirgangsmenn. Men trupulleikin er, at størstu keypararnir ikki longur taka ímóti spilloljuni. Tí verður tað ein útreiðsla bæði at taka ímóti spilloljuni, og at sleppa av við hana aftur. Poul Andrias Joensen, stjóri í IRF, segði við útvarpið í gjár, at teimum tørvar 2,4 milliónir í eykajáttan. Fær IRF ikki fígging, kann tað elva til álvarsliga spilloljudálking, sigur stjórin í IRF. Øll kenna framúrskarandi tulkingina hjá Jeff Buckley av Hallelujah hjá Leonard Cohen. Men fá vita, at sangurin er á einastu plátuni, Jeff Buckley náddi at geva út, áðrenn hann druknaði í 1997 einans 30 ára gamal. 23. august í ár vóru tað 25 ár síðani Grace varð útgivin, og tað verður hátíðarhildið í Leitisstein, har eg spæli alla útgávuna og hugleiði um Grace og ikki minst Jeff Buckley. Grace verður í dag roknað sum eitt modernað meistaraverk. David Bowie, sáli, hevur sagt, at hann hevði viljað havt Grace við sær, um hann endaði á einari óbygdari oyggj. Og gittaristurin í Led Zeppelin, Jimmy Page, kallaði útgávuna 90ara plátuna fram um allar aðrar. Hóast Grace ikki seldi serliga væl, tá hon varð útgivin, so noktar hon at fara í gloymskuna eins og framúrskarandi tónlistamaðurin, sum skapti hana. Jeff Buckley hevur ligið undir grønu torvu í 22 ár. Grace er fullkomiliga egin. Hon letur seg ikki seta í bás tónlistarliga. Tónleikurin á henni fevnir heilt frá sámlasangi til harðan rokk, og so er hon rættiliga tíðarleys. Sangirnir ljóða eins feskir og viðkomandi í dag, sum teir gjørdu fyri 25 árum síðani. Tað hevur verið tørvur á fleiri kommunulæknum í longri tíð. Ein avleiðing hevur verið, at nógvir føroyingar ikki hava hoyrt til eina kommunulæknaviðtalu. Men hesin trupulleikin er loystur nú, sigur Eli á Bø, stjóri á Heilsutrygd, við útvarpið. Av teimum 34 viðtalunum í Føroyum eru 28 mannaðar við føstum kommunulækna. Hetta er tað mesta nakrantíð, sambært Egili á Bø. Hinar seks viðtalurnar eru mannaðar við avloysarum. Tvær eru í Suðuroy, tvær á Skálafjørðinum, ein í Havn og ein í Klaksvík. At hugsa djúpt er framtíðarinnar luksus. Fyri trimum árum síðan fluttu Maj My og Kristian til Ærø, so tey kundu hava betri stundir til gerandisdagin saman við teimum fýra børnunum. Á Sælandi hevur Ilona funnið eitt frírúm í skóginum, har hon nýtir friðin og trøini. Verðin er í stórari broyting. Tað er í broytingartíðum sum hesum, vit læra at liva øðrvísi. Í hesi røðini hitta vit fólk, sum longu eru á veg inn í framtíðina. Vit viðgera fýra evni, sum seta dám á tíðina, og sum eru í broyting Tað at hugsa djúpt, nærsambond, avrik og kærleiki. Egil Hoydal varð føddur í Danmark í 1939. Hann er sonur Marie Louise fødd Falk Rønne og Karsten Hoydal úr Hoydølum. Hann kom fyrstu ferð til Føroya í august 1945 við Aarhuus , sum føroyingar í Danmark leigaðu. Hann minnist brot úr krígstíðini í Danmark og sera spennandi túrin heim. Húskið búði trý í Klaksvík og fýra ár í Hoyvík, áðrenn farið varð til Suðuramerika, har Karsten stóð fyri eini FAO verkætlan. Í 1955 fóru dreingirnir á Sorø og systirin til Sands. Egil tók læraraprógv, og var fyrst í 70unum í Saudi Arabia, har húskið búði hjá uttanríkisráðharra Feisal kongs. Vit siga um fýratíðina eins og vit siga um í sambandi við aðrar tíðarásetingar um várið, um heystið, um náttina, sigur Elin Henriksen, málkøn. Kristina Bærendsen váttar fyri morgunsendingini, at hon syngur sang í nýggjum, kinesiskum adventure filmi, sum Warner Brothers framleiðir. Komin hálvan vegin í royndartíðini, koma trupulleikarnir. Tann strongda barnafamiljan ger mat um náttina fyri at vinna, LCHF parið heldur, at alt smakkar av eggi, og veganararnir eru skuffaðir av at tann nýggi kosturin ikki munar, meir enn hann ger. Hvussu verður sum frá líður at liva eftir føstum matreglum Tað er serliga stóra nøgdin av norskum laksi sum hevur havt við sær, at prísurin er lækkaður, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti. Kurdiskar YPG deildir hava havt valdið í Manbij við stuðli frá amerikanarum. Amerikanska samgongan í Sýria váttaði í gjár, at hon hevur tikið allar sínar deildir úr Manbij. Hermenn í sýriska stjórnarherinum komu í gjár til býin. Sambært almenna sjónvarpinum í Sýria, skulu sýrisku stjórnardeildirnar stuðla kurdunum í økinum. Ein turkiskur hermaður lat lív og átta onnur vórðu særd í gjár í álopum við Manbij. Hetta er úrslit av, at sýriska stjórnin leypur á í økinum. Vit svaraðu dyggiliga aftur, og bóru so í bandi, at stýrið rindaði dýran prís fyri hetta, segði Erdogan. Turkaland sigur, at tilsamans 637 YPG og PKK uppreistrarmenn eru deyðir í turkiskum álopum. Turkaland kallar YPG og PKK uppreistrarmenninar fyri yvirgangsmenn Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, fer væntandi at kunna stjórnina um gongdina í samráðingunum í nátt. Samráðingarnar halda fram í morgun, skrivar BBC. Samráðingar umboðið fyri ES, Michael Barnier, hevur sagt, at uppskot um avtalu skal liggja á borðinum í morgun, um ES londini skulu hava møguleika fyri at meta um uppskotið undan toppfundinum, sum byrjar í morgin. Barnier fer seinni í dag at kunna ES kommisserar og sendiharrar um støðuna í samráðingunum. Draga samráðingarnar út og eingin avtala liggur á borðinum, siga embætisfólk, at samráðingarnar verður uppafturtiknar í næstu viku, og at kallað verður inn til nýggja toppfund. Russiska verjumálaráðið sigur í fráboðan, at talan er um deildir hjá hernaðarløgregluni, og uppgávan hjá hesum deildum er at standa í millum báðar herarnar, sum nú berjast um valdið í økinum. Samstundis boðar amerikanska verjan frá, at hon er farin úr økinum. Amerikanarar høvdu støð í økinum, men mánadagin boðaðu teir frá, at teir vóru farnir úr økinum. Tað tykist, sum um amerikanarar ikki høvdu stundir ella møguleika at rudda upp eftir sær, tí nógv útgerð stendur eftir, skrivar NRK. Fundarslitið merkir millum annað, at uppskotið um at fáa avtalu við Kina um at útflýggja borgarar í Hongkong til rættarsókn í Kina, formelt ikki kann takast aftur. Hetta er fyrsti fundur í lóggávutinginum síðani mótmælisfólk í julimánaði tóku seg inn í bygningin. Síðani mótmælini byrjaðu í juni í ár eru krøvini víðkað frá at taka aftur uppskotið um at útflýggja borgarar til Kina til fimma høvuðskrøv, millum annað atkvøðurætt. Politikarar hava heitt á Carrie Lam um at leggja frá sær, men hon hevur ikki latið við seg koma. Í dag skuldi hon endurreisa álitið, og leggja fram ætlaninar fyri bústaðarøkið. Hon helt tó taluna aðrastaðni í parlamentinum. Talan var tikin upp á video og send í sjónvarpi. Tað er ógreitt, um tey vóru har av egnum vilja. Hesi seks fólkini hava hildið til á bústaðinum síðani 2010, skrivar løgreglan í Drenthe økinum í fráboðan. Tað var elsti sonurin í familjuni, sum vendi sær til løgregluna, tí hann stúrdi fyri umstøðunum hjá familju síni. Løgreglan sigur, at seks persónar vóru funnir í einum kjallar, har kjallari ikki skuldi vera . Sambært løgregluni er talan um ein pápa og fimm børn, sum er millum 18 og 25 ára gomul, skrivar fjølmiðlar. Løgreglan hevur handtikið ein 58 ára gamlan mann, sum leigar húsini. Tað er ikki greitt, hvat tilknýti hann hevur við familjuna í kjallaranum, men hann er ikki pápi børnini, sigur borgarstjórin í Ruinerwold. Niðurlendskir fjølmiðlar hava tosað við fleiri grannar, og allir siga, at tey ongantíð hava sæð onnur fólk á ognini enn 58 ára gamla mannin. Parlamentið hevur samtykt eina lóg, nevnd Benn Act, sum sigur, at stjórnin skal biða ES um at leingja freistina fyri Brexit, um ein avtala ikki er góðkend innan 19. oktober. Men ivi hevur verið um, um Boris Johnson fór at halda lógarsamtyktina. Nú váttar Barclay, at Johnson fer at halda lógina. Tað kom púra óvart á føroyska parið Rósu Heinesen og Niels Rødgaard, tá Rósa átti sonin á Landssjúkrahúsinum og síðani fekk at vita, at tey fingu eina rokning sendandi. Rokningin fór í minsta lagi at vera 26.000 krónur. Parið kom til Føroya í eini neyðstøðu, tí mamma Niels liggur til at doyggja. Orsøkin til rokningina var, at parið er búsitandi í Danmark. Kaj Leo Holm Johannesen, sum varðar av økinum, lovar at hyggja nærri at, hvussu slík støða ikki kemur fyri. Enn er ikki greitt, um júst hetta føroyska parið fer at sleppa undan at gjalda. Landsstýrismaðurin lovar, at hann skal gera sítt fyri, at rokningin verður tikin aftur. Tað er ein av setningunum, sum koma fram í hesum kjakpanelinum, har Suni Poulsen, sálarfrøðingur, Bjørghild Poulsen, heilsufrøðingur, og Bergur Debes Joensen, prestur, seta orð á vinaløg og vinskap. Tað sigur forkvinnan í umboðsmannatinginum, demokraturin Nancy Pelosi. Hon sigur, at einki krav er í løtuni um at hava fólkaatkvøðu. Meirilutin í umboðsmannatinginum fór í september undir eina tilgongd um ríkisrættarmál móti forsetanum, eftir at Donald Trump hevði biðið ukrainska forsetan, Zelinskij, um at leita fram upplýsingar, sum kundu dálka fyrrverandi amerikanska varaforsetan, Joe Biden, sum roynir at gerast forsetavalevni hjá demokratunum næsta ár. Kanningin byrjar ikki, fyrr enn ein meiriluti í umboðsmannatinginum góðkennir eina kanningarnevnd. Hvítu húsini hava higartil sýtt fyri at samstarva í tilgongdini at fara undir ríkisrættarmál. Nú hava bæði varaforsetin, Mike Pence, og advokaturin hjá Trump, forseta, Rudy Giuliani, sum hevur havt samrøður við ukrainsk embætisfólk, boðað frá, at teir fara heldur ikki at samstarva við Kongressina. Amerikanska verjumálaráðið, Pentagon, hevur eisini drálað við at útflýggja skjøl, sum demokratarnir í Kongressini hava biðið um innlit í. Í hesari frásøgnina um smoltstøðina, sum er omanfyri 300 metrar til longdar og 80 metrar breið, sigur arkitekturin Ósbjørn Jacobsen, hvørs teknistova hevur teknað bygningin, okkum um hugskotið til bygningin og hvørjar avbjóðingar ein bygningur av hesum slagi hevur við sær. Eisini hitta vit Rógva Jacobsen, sum er leiðari á smoltstøðini, meðan Albert Isfeld, arkitektur, fer at ummæla smoltstøðina úr arkitekttoniska sjónarhorninum. Smoltstøðin stendur í einum grótbroti á Strond stutt norðanfyri byrgingina um Haraldssund. Tú kanst hoyra frásøgnina her Eg var nógv í veltuni hetta tíggjuáraskeiðið frá 1970 til 1980. Eftir tað bleiv eg deildarleiðari og var ikki líka nógv úti í markini. Hetta var eitt sera spennandi tíðarskeið. Millum annað soleiðis sigur Jógvan Arge, sum í bókini Úr ymsum heraðshornum greiðir frá ymsum málum í 70 árunum. Hetta eru mál, sum hann sum reportari og journalistur fyri ein part dekkaði. Heitið á bókini er eisini eftir einari sending, sum tá var. Útvarpið var til dømis til OL í Munchen, tá palestinskir partisanar tóku ísraelsk ítróttarfólk til gíðslar. Vit hoyra eisini um ógvusliga toskakríggið. Um fiskamarksvíðkan. Um útróðrarverkfallið og mangt annað. Hoyr samrøðuna við Jógvan Arge her. Søgur úr býnum er nýtt stuttsøgusavn eftir Jón Thorsteinsson. Vit fáa orðið á høvundin. Vit hitta eisini Jógvan Arge, sum hevur latið úr hondum Mína krýniku nummar 5, og hesuferð við heitinum Úr ymsum heraðshornum. Mítt listarverk er regluligur táttur í Nón MentanarMikudagar, og í dag fara vit á gátt hjá Kitty May Ellefsen, sum sigur okkum søguna um hennara yndislistarverk. Saman við Alberti Isfeld, arkitekti, fara vit at ummæla heimsins størstu smoltstøð nevniliga smoltstøðina hjá Bakkafrosti, ið stendur í grótbrotinum á Strond norðanfyri byrgingina um Haraldssund. Eisini hitta vit arkitektin Ósbjørn Jacobsen, hvørs teknistova hevur teknað smoltstøðina, og Rógva Jacobsen, ið er leiðari á smoltstøðini. Og vit enda við Mentanarálmanakkanum, hagani vit fáa eitt innlit í hvat hendir á føroyska mentanarpallinum komandi vikuna. Tú kanst hoyra sendingina her Kommunurnar mugu taka ábyrgd, tá tað kemur til at minka útlátið, tí tað er ov lítið ítøkiligt, sum kemur frá landinum. Tað halda borgarstjórarnir Annika Olsen, Jógvan Skorheim og Tórbjørn Jacobsen. Eitt nú kann nógv vinnast við at skifta gøtuljósini út, bjálva bygningar hjá kommuni og seta hitapumpur upp. Undanfarna samgonga ætlaði at framskunda 200 bústaðareindir. Til hetta skuldi Bústaðir sleppa at læna 250 milliónir krónur. Men tað verður helst av ongum nú, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum. Luttakarar Andras Róin, stjóri í Bústøðum, Elin Hentze, talsfólk fyri áhugafelagið Búgva, og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum. Vertur Marjun Dalsgaard Viðgerðartrygdin hjá landsstýrinum er at fegnast um, men tað fer at kosta nógvar pengar. Tað sigur Pál Weihe, formaður í læknafelagnum. Játtanin til heilsuverkið má hækka minst 300 milliónir beinanvegin, og tá er ikki vist, at tað ber til at hava viðgerðartrygd fyri øll. Luttakarar Pál Weihe, formaður í læknafelagnum, og Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum. Vertur Uni Leitistein Hansen Væl av píli er í norðurlendsku náttúruni. Alexandra De Paoli, sum er kunnug innan urtir, ger te úr børk og sigur frá eginleikum, sum eru. Frítíðarhúsini eru tað innara rúmið, tú altíð bert við tær, sigur Carl Viggo Hølmebakk. Hølmebakk er ein tann mest heiðurslønti arkitekturin í Noregi, og frístaðurin hann altíð vitjar aftur, er frítíðarhúsini hjá familjuni, tey eru úti í eini oyggj við Lindesnes. Tvey fólk, sum dagliga selja og keypa gamlar lutir, fáa 10.000 krónur í part at handla fyri. Seinni verða lutirnir mettir av serkønum, og dagsins vinnari er tann, sum fær hægstu meting. Finaludagur. Í dag fellur avgerðin, um tað er Helga Thodsen frá Maude Vintage og Retro ella Michael Christiansen frá Habengood á Frederiksberg, sum kann tjena mest. Onki er avgjørt, fyrr enn seinasta hamarslag Hans Olav Brenner bjóðar kendum norðmonnum upp á loftið á Deichmanska høvuðsbókasavninum í Oslo. Og fólk á gøtuni koma við sínum yndisbókum. Býirnir skulu bjarga klótuni. Tað sigur Eric Garcetti, borgarstjóri í Los Angeles og formaður í C 40 samstarvinum, sum hevur fingið 400 borgarstjórar í USA at binda seg til at fylgja Parísavtaluni og steðga øllum útláti í 2050. Føroysku býrinir skulu eisini gera meir, heldur Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, sum hevur sett sær stór mál í bardaganum móti útláti. Tórshavnar kommuna hevur millum annað, sambært borgarstjóranum, skift 15 prosent av gøtuljósunum til LED perur og hækkað játtanina til viðlíkahald av bygningum hjá kommununi. Eisini skulu bygningarnir hava grønari orkuskipanir, kommunalu akførini skulu verða el rikin, og tað sama skal kommunala bussleiðin, sum verður bjóðað út næsta ár. Hóttanin um Brexit við ongari avtalu 31. oktober, gav báðum pørtum orku, men at fáa avtaluna samtykta í sindraða parlamentinum er stór avbjóðing. Boris Johnson, hevur ikki meirilutan í parlamentinum. Tí roynir hann at fáa hørðu mótstøðufólkini móti Brexit í konservativa flokkinum og í norðurírska DUP flokkinum, at verða meiri opin. Bretski forsætisráðharrin vil hava Bretland úr ES 31. oktober, sama hvat. ES hevur longu longt samráðingartíðarskeiðið tvær ferðir. Embætisfólk í ES vænta, at tíðarskeiðið verður longt aftur kanska upp í tríggjar mánaðir, fyri at loysa løgfrøðiligu viðurskiftini, skrivar BBC. Mikkjal var ein sera fjølbroyttur maður. Hóast hann ikki var læraralærdur, starvaðist hann í mong ár sum lærari. Hann var virkin í politikki, bæði í sóknarstýrinum og í løgtinginum, har hann umboðaði Sjálvstýrisflokkin í 1920 árunum. Rithøvundastarv hansara fevnir millum annað um yrkingar, sálmaskaldskap, bygdarsøgu og skúlabøkur. Hann var okkara ídnasta sálmaskald. Hann skrivaði fyrstu føroysku bygdarsøguna. Hann lýsti arbeiðslívið bæði á sjógvi og landi. Hansara tokki til náttúruna sást aftur í skúlabókum um dýra og fuglalívið umframt í hansara landalæru og í sálmum hansara og sangum yvirhøvur. Tíðindaskriv frá Vága Dansifelag Skipað verður fyri minningarhaldi í Miðvági í samband við, at tað tann 17. oktober eru liði 140 ár, síðan Mikkjal Dánjalsson á Ryggi varð borin í heim í Beitinum á Ryggi í Miðvági. Hátíðarhaldið verður tó ikki sjálvan føðingardagin, uttan sunnudagin 20. oktober, sum tó eisini er ein merkisdagur. Hendan dagin eru liðin 63 ár, síðan Mikkjal doyði í Hoydølum. Byrjað verður í Miðvágs kirkju klokkan 17.00, har sálmar hjá Mikkjali verða sungnir, og Jákup Reinert Hansen, prestur og lektari í søgu, fer at halda fyrilestur um Mikkjal á Ryggi og partar av skaldskapi hansara. Eftir kirkjuliga partin verður farið yvir um vegin í Beitið, har farið verður upp á gólv, og sungið og kvøðið verður burtur úr rúgvuni av sangum, vísum og kvæðum, sum Mikkjal á Ryggi hevur yrkt. Fólkavøksturin hevur ongantíð verið størri. Fólkavøksturin frá 1. september í fjør til 1. september í ár setti met. Fólkatalið vaks við 938 fólkum, og tað er tað mesta nakrantíð í einum 12 mánaðar skeiði. Steinvør Fonn og Hansa Hansen vitja í leygardagssendingini, og við sær hava tær tvær søgur í part, har onnur er sonn, meðan tær í hinari pella fyri okkum. Havnin er karmurin um søgurnar í nýggja stuttsøgusavninum hjá Jón Thorsteinssyni Søgur úr býnum. Hann brúkar hvørki staðarnøvn ella bygningar, men hann hevur fingið íblástur frá heilt ítøkiligum støðum, sum fólk møguliga kenna aftur. Har er ein ørgrynna av persónum í bókini. Høg og lág. Fólk, sum flóta omaná, og fólk, sum eru dottin niður ímillum. Fólk, sum ikki kenna hvønn annan frammanundan og koma í hóslag við hvønn annan. Vegir krossast. Tilvildarliga. Og onkrir persónar ganga aftur í fleiri stuttsøgum, sum kortini kunnu lesast púra leysar av hvørjari aðrari. Eitt nokk so stórt evni í bókini eru viðurskiftini millum mann og kvinnu í ymsum brigdum bæði tá tað gongur hampuliga væl, og tá tað er farið á glið. Eitt annað evni eru ymsir lívsstílar og sosialir munir millum fólk. Men so eru eisini meira álvarslig og dapur evni, so sum disfunktionalitetur, alkoholmisnýtsla, neyðtøka og harðskapur, sigur Jón Thorsteinsson. Tað ber illa til at brúka á føroyskum, tí orðið er longu upptikið, sigur Elin Henriksen, málkøn, og mælir til at brúka onnur orð. Hetta er ein rímilig avtala við javnvág fyri bæði ES og Stórabretland, og hon vitnar um okkara vilja til at finna eina loysn, sigur ES nevndarformaðurin. Vit hava fingið eina frálíka avtalu í lag, sum tryggjar okkum tamarhald. Nú átti Parlamentið at fullført Brexit leygardagin, so vit kunnu flyta okkum til onnur mál, skrivar Boris Johnson. Norðurírski stuðulsflokkurin hjá teimum konservativu, DUP, boða frá, at flokkurin framvegis ikki kann taka undir við avtaluni í verandi líki. Tað eru fleiri viðurskifti, sum stuðulsflokkurin ikki kann taka undir við. Millum annað toll og MVG viðurskifti. Avtalan hjá Boris Johnson er treytað av, at ein loysn verður funnin viðvíkjandi markinum millum Norðurírland og Írland. Theresa May fekk ikki undirtøku fyri sokallaðu backstop loysnini fyrr í ár. Nýggja uppskotið hjá forsætisráðharranum hevði merkt, at Norðurírland fær aðrar treytir enn restin av Bretlandi, og tað er millum annað hetta, sum DUP er stúrin um. Í sambandi við arbeiðið at gera nýtt vinnuøkið sunnan fyri bátahylin á Borðoyarvík, kann roknast við, at ferðslan í Norðoyatunlinum verður órógvað í styttri tíðarbilum í næstu viku. Norðoyatunnilin stongdur meðan sprongt verður. Væntað verður at tunnilin steingir í umleið 10 minuttir undir hvørjari spreinging, og hetta fer helst at endurtaka seg umleið 25 ferðir næstu tíðina. Í næstum veður høvi at uppliva Hamlet hjá Shakespare á føroyskum palli á føroyskum máli. Vit fáa orðið á Hans Tórgarð, sum hevur týtt Hamlet til føroyskt. Bólkurin Plúmm er aktuellur við nýggjari fløgu, sum samstundis er tann fyrsta útgávan, har Plúmm er púra leyst av øllum øðrum. Vit lýsa nýggju fløguna í orðum og tónum, tá øll Plúmm manningin kemur á gátt. Sosialu miðlarnir eru nógvir, men teir hava eitt til felags Teir eru ein óloysiligur partur av lívinum og gerandisdegnum hjá børnum og ungu í dag. Í sambandi við bachelorritgerðina á Námsvísindadeildini, valdu Selma Larsen og Bodil Jacobsen at kanna, um sosialir miðlar kunnu brúkast í frálæruni í skúlanum, og á tann hátt minka gjónna millum mátan, sosialir miðlar verða uppfatari innan skúlansgátt, og tann leiklut, teir hava í lívinum hjá skúlabørnunum. Kanningin hjá Bodil Jacobsen og Selmu Larsen avdúkaði, at føroyski fólkaskúlin er illa búgvin út til at lofta nýggju tøknini við snildtelefonum og teimum møguleikum, sum tøknin gevur. Og har í liggur so næsta stóra avbjóðingin hjá fólkaskúlanum, tá tað snýr seg um sosialar miðlar og talgilding. Eigur fólkaskúlin ikki eisini at læra skúlanæmingar um, hvussu teir skulu bera seg at á sosialu miðlunum Formaðurin í Lærarafelagnum, Jacob Eli S. Olsen, er ikki í iva, at tað eigur fólkaskúlin, men hetta verður ikki gjørt í nóg stóran mun í løtuni. Lyklaorðið her er talgildisbúgving, sambært Bodil Jacobsen, also, at børnini verða búgvin út til, hvussu tey skulu bera seg at á netinum. Men skulu sosialir miðlar og talgildisbúgving gerast ein natúrligur partur av frálæruni í fólkaskúlanum, so er neyðugt, sum formaðurin í lærarafelagnum eisini vísa á, at hetta verður sett inn í námsætlanirnar, halda Bodil Jacobsen og Selma Larsen. Selma Larsen og Bodil Jacobsen leggja tó dent á, at hetta við at vísa á møguleikarnar at brúka sosialar miðlar í frálæruni ikki skal uppfatast soleiðis, at tankin er at tað skal yvirtaka ta siðbundnu frálæruna, sum er hornasteinurin í fólkaskúlanum. Skipini vóru tey fyrstu at taka Merkið til sín og slóða fyri, og tí vóru sjey gomul træskip við manning í Danmark í summar og vitjaðu í fleiri donskum býum. Tórður Mikkelsen og fotografurin Jakob Jørgensen vóru við fyri Kringvarpið. Í tveimum sjónvarpssendingum fara vit at uppliva Flaggsigling 2019. Hvørt ár kemur Landsgrannskoðarin við frágreiðing, og ofta verður víst á viðurskifti, sum eiga at verða rættaði. Tó kunnu ganga upp til 20 ár, har einki hendir. Boris Johnson hevur gjørt eina avtalu við ES, men spurningurin er um hon fær undirtøku í parlamentinum og børn og ung eiga at fáa frálæru í at brúka sosialir miðlar hetta skal fólkskúlin taka sær av siga lærarar. Luttakarar í sendingini Kim Bildsø Lassen Bretlandskorrespondentur, Áki Johannesen, bretskur sendimaður, Bjørn á Heygum, sakførari, Aksel V Johannesen fyrrverandi løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, Uni Rasmussen, løgtingsgrannskoðari, Beinta Dam, landsgrannskoðari, Selma Larsen, lærari, Bodil Jacobsen, lærari, Jenis av Rana, landsstýrismaður í Mentamálum Grunge, sum merkir óhumska, kom brestandi sum eitt óløgi inn á altjóða tónleikapallin í 1990 og feigaði alt annað av pallinum. Og í fýra ár sat grunge rokkurin á altjóða tónleikatrónini til oddamaðurin í rørsluni , sangarin í Nirvana, Kurt Cobain, tók seg av døgum. Nirvana, Pearl Jam, Alice In Chains og Soundgarden eru grungebólkarnir miklum, men í sendingini hoyra vit eisini bólkar sum Mother Love Bone, sum vóru við til at leggja lunnar undir grunge. Tann mest fantastiska kenslan er, tá tú verður forelskað ur fyrstu ferð. Men samstundis er tað tann torførasta. Nicolai og Julie eru forelskað allarfyrstu ferð Nicolai stúrir fyri at missa Julie, og fyri, at hann elskar hana meir, enn hon elskar hann. Tá Zelina og Johannes ikki eru saman, er tað sum tey mangla ein part av sær sjálvum, tí eru tey saman, so nógv sum yvirhøvur til ber. Tað kann vera eitt sindur trupult hjá teimum, sum eru rundanum. Eftir at Thor hevur havt angistherðindi, gera dreingirnir av at byrja av nýggjum við minni av tí váta slagnum og meira gerandisdegi og ærligheit. Men hvussu við framtíðarætlanum Tónleikarin Kaia 26 hevur hug at royna síni egnu mørk í náttúruni púra einsamallur. Hon ætlar at koma upp á hægstu tindarnar í Jotunheimen. At klintra í loddrøttum líðum ávirkar kenslurnar. Amerikumenn hava gjørt film um Sverra Steinhólm, sum teir nevna The running pastor . Filmurin er sæddur av fleiri milliónum fólkum. Sverri sigur, at tað er heilsubót at renna og tað er á rennitúrum í stormi og vindi at tankarnir koma. Leivur Thomsen, Magnus Johannesen, Arnold Ludvig og Rógvi á Rógvu eru Plúmm. Og Plúmmarnir eru í Nón og tosa um nýggju útgávuna, sum í roynd og veru er fyrsta fløgan, har Plúmm púra sjálvstøðugt stendur fyri heildarútgávu. Í vikuni bórust tíðindi um eina kvinnu, sum noyddist at eiga í Føroyum og aftaná fekk at vita, at hon sjálv skuldi gjalda rokningina. Útvarpið gjørdi nógv burturúr hendingini, sum var knýtt at syrgiligu umstøðum í familuni. Spurt verður, um í so stórur dentur var lagdur á kendslubornu umstøðurnar. Fótbóltur fylllur alla staðni eisini í Pressuni hesiferð um raðfesting av fótbólti í miðlunum. Eisini um raðfestingina av kvinnufótbólti. Rólant Waag Dam, ítróttarredaktørur KVF, Sverri Egholm, redaktørur Portal.fo, Jacoba Langgaard, landsliðsleikari í fótbólti og Kári Mikkelsen, journalistur og samskiiftsráðgevi. Foreldrini royndu at gera tað, sum tey vóru ment, fyri at fáa hann at minka um nýtsluna, men tað var ikki fyrr enn pápin tók eitt álvarsligt prát við Jógvan, at lívið fekk eitt annað innihald enn telduspæl. Tey bæði hittust fyrstu ferð á FMA fyrr í ár, har Jasmin hevði eina framúr góða framførslu, og vann heiðurin sum besta songkvinna. Eftir at tey aftur hittust í sambandi við Sement finaluna, har Marius luttók og Jasmin var serligur gestur, kom hugskotið um eitt samstarv. Hetta gjørdist til veruleika, tá Marius føldi, at lagið 10 AM Freestyle tørvaði eitt niðurlag, ið breyt frá versunum. Jasmin skrivaði orð og melodi til niðurlagið, og nú er úrslitið av samstarvinum her. Eins og fyrru løgini er tað Per Ingvaldur Højgaard Petersen sum hevur framleitt, Theodor Kapnas hevur ljóðblandað og George Nerantzis hevur tikið sær av mastering. Skulu vit forða fyri, at almennar verkætlanir dýrka, er neyðugt at revsa avvarðandi landsstýrisfólk við bót ella fongsli, so tað verður øðrum til ávaringar, heldur Tordur Niclasen, sum seinastu tíðina hevur verið varamaður á tingi fyri Miðflokkin. Løgmaður ella landsstýrismaður verður revsaður, um hann gevur løgtinginum skeivar ella villeiðandi upplýsingar, ella um hann, tá løgtingið viðger eitt mál, tigur við upplýsingum. Revsingin er bót, hefti ella fongsul upp til 2 ár. Tvey ár eru liðin síðani maltesiski journalisturin, Dahpne Caruana Galizia, varð dripin av eini bilbumbu. Nú siga umboð fyri Evroparáðið, at løgreglukanningarnar fóru ikki rætt fram. Eftir at hon varð myrd uttanfyri heim sítt 16. oktober 2017, vórðu tríggir menn handtiknir undir illgruna fyri at hava ábyrgdina av bumbuspreingingini. Men illgruni er um, at onkur annar hevði bílagt drápið. Pieter Omtzigt, tingmaður í niðurlendska parlamentinum, fekk í fjør vegna Europaráðið ábyrgdina av at hava eftirlit við kanningararbeiðnum. Í Evroparáðnum sita umboð fyri 42 lond. Nú sigur Omtzigt, at hann er ikki tryggur við kanningarnar, tí myndugleikarnir í Malta kanska hava vrakað prógv, sum kundu havt víst slóð til teir, sum bíløgdu morðið. Løgreglufólkini gera kanska arbeiði til lýtar, men løgregludeildin sum heild og politikarar, sum hava ábyrgdina av hesum øki, halda ikki lyftið hjá forsætisráðharranum um, at hvør steinum skal vendast, sigur Pieter Omtzigt við bretska blaðið The Guardian. Ein av gerningsmonnunum, sum illgruni er til, hevur tosað við løgregluna og vissaði um, at ein millummaður var. Og eitt av mistøkunum, sum Pieter Omtzigt hevur staðfest er, at løgreglan ikki gjørdi avtalu við mannin, sum tosaði við løgregluna. Eg stúri fyri, at myndugleikarnir hava mist prógv, sum kundu beint løgregluna til tann, sum bílegði morðið. Eg stúri eisini fyri, at hvørki hesin maðurin, sakførari hansara ella nakar annar írokna millummaðurin, hava fingið nóg góða verju, sigur Pieter Omtzigt við The Guardian. Omtzigt vísir eisini á mistøk í kanningararbeiðnum, millum annað hevur táverðandi stjóranum í Europol kært maltesisku løgregluna, tí hon ikki vildi samstarva við Europol í kanningararbeiðnum. Eftirlitsarbeiðið hjá Omtzigt í sambandi við drápsmálið í Malta hevur fingið forsætisráðharan í Malta at finnast at Omtzigt, og eftir ráðum frá niðurlendsku fregnartænastuni, hevði Omtzigt sivilar lívverjar við sær, tá hann var í Malta. Í sambandi við vitjanina í Føroyum prædika fimm av biskupunum í klokkan 11 sunnudagin. Biskuparnir prædika í Dómkirkjuni í Havn, í Hoyvík, Sandavági og í Fuglafirði. Sóknarpresturin verður eisini við í gudstænastuni. Í Vesturkirkjuni verður prædikan á grønlendskum, og har verður sóknarpresturin eisini við í gudstænastuni. Amerikanskir myndugleikar hava ávarað um, at USA fer at hækka tollin á evropeisk flogfør 10 prosent, og at 25 prosent verða løgd á landbúnaðarvørur, sum til dømis ost, skinku, vín og whiskey. Orsøkin er, at USA eftir áralangt stríð hevur fingið viðhald í kæru síni um, at flogverksmiðjan, AirBus, fær stuðul frá ES. Heimshandilsfelagsskapurin, WTO, kunngjørdi í mai endaligu niðurstøðu sína ES stuðulin til Airbus hevur skatt amerikanska kappingarneytan, flogverksmiðjuna Boeing. Stuðulin er veittur sum bílig lán til flogverksmiðjuna, og hevur, sambært WTO, verið ólógligur. Ein gerðarrættur sigur, at USA kann svara aftur við at leggja eykatoll upp í 100 prosent á innfluting úr ES fyri 7,5 milliardir dollarar um árið. Tað svarar til góðar 51,2 milliardir krónur í dag. Í høvuðsheitinum verða Týskland, Bretland, Frakland og Spania, ringast rakt av amerikanska eykatollinum. USA sigur, at eykatollurin verður í gildi til ES stuðulin til Airbus steðgar. ES hevur boðað frá, at samveldið er ímóti eykatollinum, og franski fíggjarmálaráðharrin, Bruno Le Maire, hevur ávarað USA um, at svarað verður aftur av somu skuffu sum USA. Kanska modernað hip hop ikki er akkurát tín koppur av th , men í so fall, so ert tú komin á rætta stað. Vit hava nevniliga ein nýggjan slagsang við í sendingini sum er ognaður øllum, sum elska ein erligan kopp av Typhoo Tea. Maria Guttesen gevur í dag eitt nýtt staklag út, sum nevnist Don t Make Do. Hetta er fyrstu ferð í 11 ár, at hon gevur nakað út í egnum navni. Í 2008 gav hon útgávuna Wide Open út. Arbeiðshátturin tá var, at hon spældi øll ljóðføri sjálv. Tað ger hon eisini á hesum staklagnum, hvørs tekstur snýr seg um avriksótta. Tekstin eigur Lene Drachman, meðan Maria hevur gjørt lagið. Tó at Maria hevur gjørt tað mesta sjálv við spælingini og framleiðsluni, hevur hon fingið bróður sín, Gunnar Guttesen, at hjálpa sær, sum syngur kór á upotøkuni. Kona hansara, Anna á Váli Guttesen, spælir cello á staklagnum. Kasper Sandberg Larsen hevur hjálpt til við at ljóðblanda. Maria hevur tó ikki gingið fyri onki hesi 11 árini. Hon hevur arbeitt nógv saman við gittaristinum Peter Steenild, og saman hava tey kortsíðani givið út tónleik. Í sambandi við útgávuna kom Maria á gátt í studio 5 til eitt beinleiðis prát í sendingini Vikuskifti Klaverleikarin Mattias Kapnas kemur til Føroya at hava konsertir um vikuskiftið. Konsertirnar verða í stovuni hjá privatfólki í Syðrugøtu. Tað er tiltakið Hoyma, sum er karmur um konsertirnar. Mattias, býr í Danmark, har hann virkar sum tónleikari í ymsum verkætlanum. Vikuskiftissendingin hitti hann, beint áðrenn hann skuldi á flogvøllin í Keypmannahavn. Mattias sigur, at hann í høvuðsheitum fer at spæla sín egna tónleik á konsertunum í Gøtu. Sum ískoyti spælir hann nøkur klassisk stykki. Hoyr samrøðuna her Leygardagin og sunnudagin, báðar dagar klokkan 10, skipar Fjallasúkklufelagið fyri kappingum í Havn. Tann fyrra, Vetrarkross, verður í økinum við Svartafoss leygardagin klokkan 10, og tann seinna, Vetrarplúmm, verður í Hoydølum sunnudagin somuleiðis klokkan 10. Vikuskiftissendingin hitti Helga Winther, formann í Fjallasúkklufelagnum, til eitt prát við svimjihøllina í Havn beint áðrenn, hann skuldi til súkkluvenjing við Fjallasúkklufelagnum. Tað er bara at møta upp við súkklu og hjálmi, leggur hann afturat. Um man ikki endiliga súkklar, kann man eisini bara koma at hyggja at. Hóast hetta kallast kappingar, er talan um hugnalig tiltøk, har kappingarelementið ikki er so knívsskorið. Helgi sigur, at Fjallasúkklufelagið hevur gott pláss fyri nýggjum limum. Í løtuni hevur felagið einar 30 limir. Bóndafelagið mótmælir, at ES nú sleppur at innflyta 80 tons av seyðakjøti tollfrítt til Føroya, afturfyri at føroyskur brislingur sleppur á listan yvir vørur, Føroyar kunnu útflyta tollfrýtt til ES. Harumframt kunnu Føroyar eisini selja 20.000 tons av alifóðri tollfrítt til ES marknaðin. Hetta fer at máa støðið undan føroyska landbúnaðinum, heldur Bóndafelagið. Sigert Patursson, formaður í Bóndafelagnum, heldur, at føroyski landbúnaðurin verður offraður fyri lættari atgongd hjá fiski og alivinnuni inn á ES marknaðin. 80.000 kilo kunnu tykjast lítil nøgd, men umroknað til føroysk lambskrov svarar tað til umleið 5000 krov, ella millum 15 og 20 av teimum føroysku krovunum, sum eru á føroyska marknaðinum. Klokkan hálvgum 10 varð Bretska tingið sett við tí dagskrá, at tingið skal atkvøða um uppskotið um Brexit, sum Boris Johnson, forsætisráðharri, hevur samráðst seg til við ES. Hetta er fyrstu ferð í 36 ár, at tingfundur verður settur í undirhúsinum ein leygardag. Seinast tað hendi var undir Falklandskrígnum. Tingið vrakaði uppskotið hjá Theresy May, og tað verður væntað, at Boris Johnson, forsætisráðharri, legguri frá sær, um hetta uppskotið eisini verður vrakað. BBC væntar, at orðaskifti um avtaluna heldur á til umleið klokkan hálvgum tvey seinnapartin, og tá verður so atkvøtt um uppskotið. Verður uppskotið vrakað, so er ivasamt hvat hendir. Bretska tingið samtykti fyri kortum, at forsætisráðharrin skal heita á ES um at fáa eina útseting, um uppskotið verður vrakað. Tað er tó ivasamt, um Boris Johnsson er sinnaður at gera hetta ella um hann leggur frá sær. Jenny Petersen og Jacob Eli Olsen vitja í táttinum Tú pellar , og við sær hava tey tvær søgur, harav onnur er sonn, meðan tey pella fyri okkum í hinari. Men hvør søga er sonn, og nær pella tey Tað er spurningurin sum luttakarar, vertir og lurtarar skulu royna at gita seg fram til, og søgurnar eru góðar. Símun Gullaksen, Malan Eyðunsdóttir og Elin Brimheim Heinesen luttaka í Kjakaríinum, meðan Jenny Petersen og Jacob Eli Olsen pella fyri okkum. Spurningarnir snúgva seg um jólapynt og jólasølu í heystfrítíðini, hjálpandi hendur til fø ingardagar og konfirmatiónir, eftirviðgjørdar floksmyndir í fólkaskúlanum, og um foreldur, ið geva børnum sínum rúsdrekka, áðrenn tey eru fylt átjan ár. Á eykaaðalfundi seinnapartin skal nevndin taka støðu til eina viðtøkubroyting, sum sker út í papp, at bert nevndin í landsfelagnum og limafeløgini, kunnu leggja uppskot fyri landsnevndina. Men mótuppskot eru eisini. millum annað frá Ingrid Henriksen, ið heldur at allir einstakir limir eiga at kunna leggja uppskot fyri landsnevndina. Ingrid Henriksen er limur í landsnevndini. Beate L. Samuelsen er forkvinna í Landsfelagnum. Hon er partur av meirilutanum, sum vil broyta viðtøkurnar Eldrafelagið Kumla, Eldrafelagið Borgin og Pensjónistafelagið í Sjóvar Sókn hava sambært ingrid Henriksen sent eykaaðalfundinum mótmæli ímóti viðtøkubroytingini. Eykaaðalfundurin hjá Landsfelagnum er klokkan trý seinnapartin. Orsøkin er, at ein lítil meiriluti av Undirhúsinum atkvøddi fyri einum uppskoti, sum ikki loyvir eini atkvøðugreiðslu um avtaluna fyrr enn bretska lóggávan, sum hoyrir til Brexit, er gjørd. Samtyktin í dag hevur eisini við sær, at Boris Johnson skal senda áheitan til ES um at útseta Brexit til formliga lóggávan í Bretlandi er gjørd. Sambært serfrøðingum er sera ivasamt, um tað letur seg gera at fáa alla lóggávu við so stuttum skoðbrái og undir øllum umstøðum, so hevur forsætismálaráðharrin nú fingið álagt at heita á ES um at fáa freistina 31. oktober útsetta. Ivasamt er tó, um hann er sinnaður at akta tingið. Atkvøðugreiðslan um Brexit avtaluna verður væntandi í komandi viku. Tíggjutúsundatals mótmælisfólk hava allan dagin mótmælt uttanfyri bretska tingið í London. Fleiri politikarar máttu hava politieskportu gjøgnum mannamúgvuna. Billy Ocean kom úr Trinidad til Onglands sum smádrongur. Í London stuðlaði pápin honum væl at vinna seg fram í tónleikavinnuni og fyrsta singeplátan var tøk í 1971. Fyrsta hittið kom í 1976. Men heimsundirtøku vann hann fyrst við hesari útgávuni frá 1984, Suddenly. Átta av nýggju albumløgum verða spæld í sendingini. ES hevur fingið eina formliga umbøn um at útseta Brexit, men Boris Johnson, forsætisráðharri í Bretlandi sigur, at umbønin stríðir ímóti áhugamálunum hjá sær og allari stjórnini. Forsetin í ES, Donald Tusk, váttar, at hann hevur fingið áheitanina frá Boris Johnson. Tusk skrivar á Twitter, at hann fer nú at tosa við leiðararnar í ES londunum um, hvat næsti leikur skal vera. Forsætisráðharrin sigur í einum øðrum brævi til Donald Tusk, at hann varð noyddur at biðja um at útseta Brexit, hóast hann og stjórn hansara eru ímóti. Eg havi gjørt greitt, síðani eg tók við sum forsætisráðharri, og aftur í parlamentinum í dag, at verður Brexit útsett einaferð aftrat, fer tað at skaða viðurskiftini millum Bretland og ES. Orsøkin til, at Boris Johnson kortini sendi eina áheitan á ES um at útseta Brexit, er, at avtalan, sum hann gjørdi við ES í síðstu viku, kom ikki til atkvøðugreiðslu í parlamentinum í gjár. Í staðin samtykt undirhúsið við teprum meiriluta eitt broytingaruppskot frá fyrrverandi konservativa parlamentsliminum, OLiver Letwin, um, at allir lógir, sum hava samband við Brexit avtaluna, skulu gerast fyrst, áðrenn atkvøtt verður um sjálva avtaluna. Oliver Letwin segði undir annars undir orðaskiftinum, at hann tekur undir við Brexit avtaluni, sum ES og bretska stjórnin hava gjørt. Frammanundan hevur parlamentið samtykt eina reglu um, at forsætisráðharrin skal biðja um at útseta Brexit í tríggjar mánaðir aftrat, til 31. januar í 2020, um parlamentið ikki hevði góðkent Brexit avtaluna 19. oktober, sum var í gjár. Fyrr í gjár sendi forsætisráðharrin parlamentslimunum eitt bræv, har hann ger greitt, at hann fór at siga ES, at tað er eingin loysn at útseta Brexit. Forsætisráðharrin sigur, at hann í næstu viku fer at leggja fram uppskot um lógir, sum hava samband við Brexit avtaluna, soleiðis at parlamentið kann avgreiða tær, og at Bretland fer úr ES 31. oktober sum ætlað. Upprunaliga væntaði BankNordik, at úrslitið í ár fór at verða millum 150 og 200 milliónir krónur í avlopi. Nú sigur bankin, at væntandi verður úrslitið í 2019 millum 170 og 210 milliónir. Orsøkin er, at inntøkurnar frá ómaksgjøldum og tryggingum hava verið størri enn mett. Bankin hevur eisini afturført avskrivingar sum inntøku, stendur í fráboðanini til keypsskálan. Føroysk og norsk lesandi eru best fyri fíggjarliga av øllum lesandi í Norðurlondum, tá hugt verður eftir at studningi, møguleikanum fyri lestrarláni, og at tann lesandi arbeiðir 10 tímar um vikuna aftrat lestrinum. Í hølunum á føroyingum koma lesandi í Danmark. Tað vísir ein stór kanning, sum hevur heitið Students in Nordic Countries study, support og economics. 925,636 lesandi úr Norðurlondum hava verið við í kanningini. Kanningin sigur lítið um veruligu umstøðurnar hjá lesandi í Føroyum, sigur Rannvá í Bainsstovu, forkvinna í Ráði teirra lesandi á Setrinum. Kostnaðarstigið í Føroyum er hægri enn í hinum norðurlondunum, og harumframt noyðast lesandi mugu arbeiða nógv meira enn 10 tímar um vikuna aftur at lestrinum, millum annað tí at bústaðarmøgulleikar eru fáir og dýrir. Tað sigur Jeppe Kofod, uttanríkisráðharri, við føroysku tíðindastovuna á Christiansborg. Greinin verður endurgivin í grønlendska miðlinum, Sermitsiaq. Martin Lidegaard úr radikala flokkinum og grønlendska fólkatingsvinnan, Aaja Chemnitz Larsen, hava funnist at stjórnini, tí politikarar eru ikki tiknir við í arbeiðið. Sjúrður Skaale, fólkatingslimur og formaður í Arktisku sendinevndini í Fólkatinginum, hevur sagt, at Danmark eigur at umhugsa sína raðfesting av uttanríkispolitikkinum, og brúka mestu orkuna upp á Arktis í staðin fyri Miðeystur. Tað fara vit at avtala í ríkisfelagsskapinum. Politikarar, granskar og vinnulív sleppa upp í arbeiðið, og tað gleði eg meg til, sigur hann. Jeppe Kofod hitti grønlendska landsstýrisformannin, Kim Kielsen, grønlendsku landsstýriskvinnuna í uttanríkismálum, Ane Lone Bagger, og føroyska landsstýrismannin í uttanríkismálum, Jenis av Rana, tá Arctic Circle var í Reykjavík í síðstu viku. Tað ber ikki til at gera eina slíka ætlan, uttan at Føroyar og Grønland eru við. Ætlanin skal endurspegla tað, sum Føroyar og Grønland raðfesta. Tað havi eisini gjørt mínum politisku starvsfeløgum í ríkisfelagsskapinum greitt, og tað standi eg við, sigur Jeppe Kodfod, uttanríkisráðharri, við føroysku tíðindastovuna á Christiansborg. Endamálið er, sum frálíður, at fáa friðaravtalu í lag eina politiska avtalu, sigur Mark Esper, amerikanskur verjumálaráðharri, sambært Reuters. Taliban hevur valdið á størri parti av Afganistan nú, enn í 2001, tá hernaðarliga samgongan, sum USA stóð á odda fyri, rak Taliban frá. Donald Trump sleit friðarsamráðingarnar við Taliban í september eftir eina røð av blóðigum atsóknum, hóast framstig vórðu gjørd við samráðingarborðið. Í gjár vitjaði afganski forsetin, Ashraf Ghani, eina bygd, har 65 til 70 fólk doyðu, tá søkt varð at einari mosku. Eingin hevur átikið sær skyldina fyri atsóknina. Í løtuni er óvist, um Ghani varðveitir forsetasessin. Eftir seinna valumfar siga bæði hann og avbjóðarin, Abdullah Abdullah, at teir hava vunnið. Valnevndin hevur fleiri ferðir útsett at kunngera valúrslitið. Harðir samanbrestir hava verið seinastu dagarnar í Santiago millum hermenn og mótmælisfólk, sum mótmæla, at ferðaseðlaprísir við almennu ferðsluni eru hækkaðir. Herverk varð eisini gjørt á undirgrundarjarnbreytina í býnum. Forboð er sett fyri at ganga úti, frá klokkan 10 á kvøldi til klokkan sjey á morgni. Boðini um útgonguforboðið komu beint eftir, at forsetin í Kili, Sebastian Pinera, segði í einari røðu, sum eisini varð sjónvarpað, at ætlanin at hækka ferðaseðlaprísirnar við metroini er slept. Men boðini frá forsetanum hava ikki sissað mótmælisfólkini, sum settu vegbyrgingar upp og settu eld á bussar. Løgreglan svaraði aftur við táragassi og vatnkanónum. Í minsta lagi 300 fólk eru tikin. 11 sivilfólk og 156 løgreglufólk eru særd. Fríggjadagin setti forsetin undantaksstøðu í gildi í Santiago. Har hevur ikki verið so ófriðarligt, síðani 1990, tá Agusto Pinochet ráddi fyri borgum í Kili. 28. mars 2020 fáa føroyskir tungmálmsbólkar aftur høvi at kappast um at sleppa at umboða Føroyar í altjóða kappingini á Wacken Open Air festivalinum í Týsklandi. Teitur Egholm Fossaberg, fyriskipari, sigur, at orsøkin til broytingina er, at so nógv lond nú eru við í kappingini, og tí verða fleir løgd saman. Teitur Egholm Fossaberg vísir á, at kommunan fegin vil hava bólkarnar at spæla í samband við tiltøk, men at hon ikki tryggjar teimum umstøður at venja. Teirra millum taldist serstaki doombólkurin, Hamferð, sum slapp at umboða Føroyar í altjóða kappingini í Týsklandi, har hann eisini fór við fyrsta plássinum. Mong málmhøvd leitaðu sær í Sjónleikarhúsið hesar báðar dagar, bæði fyri at lurta eftir luttakandi bólkunum og at lurta eftir Heljareyga, sum spældi meðan dómararnir funnu bólkin, ið vann. Bólkurin hevði drúgvar royndir frammanundan og fekk jaligt aftursvar frá dómarum og miðlum eftir framførsluna til finaluna á Wacken Open Air. Hetta árið var metár, og ikki færri enn 11 bólkar luttóku. Svartmálm fór við sigrinum, og læt hetta hurðarnar upp fyri teimum at spæla í eitt nú Týsklandi og Danmark. Treytirnar fyri at luttaka í kappingini eru, at luttakandi bólkar spæla tungmálm, spæla egið tilfar, og at bólkarnir ikki eru bundnir at einum fløgusáttmála. Dómsnevndin verður, eins og undanfarin ár, mannað av útlendskum yrkisfólki innan tungmálmsvinnuna í Evropa og serliga Skandinavia. Klokkan tvey seinnapartin skuldu umboð fyri samgonguna fara á fund á Tinganesi. Hyggur tú at fundarluttakarunum, so er neyvan nakar ivi um, hvat mál er skrá. Tí umframt tingbólkaformenninar hava landsstýrisfólkini eisini boðið samgonguumboðunum í Vinnunevndini á fund. Vit tosa um nýggju fiskivinnulógina, sum hevur verið til hoyringar, og sum nú skal sendast inn í løgtingið. Og í øllum førum Sambandsflokkurin hevur nýtt høvið at skriva nøkur orð. Vit hava gjørt viðmerkingar til uppskotið eins og vanligt er í slíkum førum, sigur Magnus Rasmussen, formaðurin fyri tingbólkin hjá Sambandsflokkinum, sum ikki vil útgreina, hvørjar viðmerkingarnar eru. Nakrar orðingar í uppskotinum skulu neyvlýsast, sigur formaðurin í Sambandsflokkinum, Bárður á Steig Nielsen, sum heldur ikki vil útgreina, hvørjar viðmerkingarnar eru. Fyrrverandi tingmaðurin skrivar millum annað um uppskotið, at lagt verður upp til, at fiskivinnulóggávan verður rullað umleið 25 ár aftur í tíðina, og at brúksrættindi nú gerast ognarrættindi. Hendir tað, er talan um eina vanlukku við Føroyar og komandi ættarlið. Vandin er, at tað verða útlendingar saman við nøkrum fáum føroyskum strámonnum, sum kom at sita eftir við allari fiskivinnuni. Vónandi er onkur í samgonguni, sum er við at vakna og kann síggja katastrofalu avleiðingarnar av at lata Fólkaflokkin sleppa at umsita fiskivinnumál og fíggjarmál, við tí innihaldi, sum teir nú her leggja upp til, skrivar Eivin Jacobsen víðari. Okkurt bendir á, at Sambandsflokkurin vil hava nakrar orðingar broyttar. Hyggur tú at fundarluttakarunum, so er neyvan nakar ivi um, hvat mál er skrá. Tí, umframt tingbólkaformenninar hava landsstýrisfólkini eisini boðið samgonguumboðunum í Vinnunevndini á fund. Vit tosa um nýggju fiskivinnulógina, sum hevur verið til hoyringar, og sum nú skal sendast inn í løgtingið. Uppskotið hevur eisini verið til hoyringar hjá samgonguflokkunum. Og í øllum førum Sambandsflokkurin hevur nýtt høvið at skriva nøkur orð. Vit hava gjørt viðmerkingar til uppskotið eins og vanligt er í slíkum førum, sigur Magnus Rasmussen, formaðurin fyri tingbólkin hjá Sambandsflokkinum, sum ikki vil útgreina, hvørjar viðmerkingarnar eru. Nakrar orðingar í uppskotinum skulu neyvlýsast, sigur formaðurin í Sambandsflokkinum, Bárður á Steig Nielsen, sum heldur ikki vil útgreina, hvørjar viðmerkingarnar eru. Fyrrverandi tingmaðurin skrivar millum annað um uppskotið, at lagt verður upp til, at fiskivinnulóggávan verður rullað umleið 25 ár aftur í tíðina, og at brúksrættindi nú gerast ognarrættindi. Hendir tað, er talan um eina vanlukku við Føroyar og komandi ættarlið. Vandin er, at tað verða útlendingar saman við nøkrum fáum føroyskum strámonnum, sum kom at sita eftir við allari fiskivinnuni. Vónandi er onkur í samgonguni, sum er við at vakna og kann síggja katastrofalu avleiðingarnar av at lata Fólkaflokkin sleppa at umsita fiskivinnumál og fíggjarmál, við tí innihaldi, sum teir nú her leggja upp til, skrivar Eivin Jacobsen víðari. Tað er óvist, hvat hendir við Brexit í bretska parlamentinum í dag. Avtalan við ES skuldi til viðgerðar leygardagin, men tá kom hon ikki til atkvøðugreiðslu. Ístaðin samtykti undirhúsið við teprum meiriluta eitt broytingaruppskot um, at allar lógir sum hava samband við Brexit avtaluna, skulu gerast fyrst, áðrenn atkvøtt verður um sjálva avtaluna. At avtalan við ES ikki varð samtykt leygardagin hevði ta avleiðing, at Boris Johnson noyddist at senda eina áheitan til ES um at útseta Brexit í tríggjar mánaðir aftrat til 31. januar 2020. Orsøkin til, at forsætisráðharrin mátti biðja um nýggja freist, er at parlamentið hevur samtykt eina reglu um, at forsætisráðharrin skal biðja um nýggja freist, um parlamentið ikki hevði góðkent Brexit avtaluna í seinasta lagi 19. oktober, sum var leygardagin. Tað er tingformaðurin, John Bercow, sum avger, um undirhúsið skal atkvøða um avtaluna. Ein møgulig atkvøðugreiðsla verður so seinnapartin ella í kvøld. Boris Johnson, forsætisráðharri, sigur við BBC, at parlamentið skal hava møguleika fyri at siga ja ella nei til avtaluna, og at hetta skal vera í dag. Hvussu ein møgulig atkvøðugreiðsla endar er eisini óvist. Bretski uttanríkisráðharrin, Dominic Raab, segði við BBC í gjár, at meiriluti er fyri avtaluni. Tað krevst vanligur meiriluti í undirhúsinum fyri at samtykkja avtaluna. Tað vil siga, at 326 av teimum 650 limunum í undirhúsinum skulu atkvøða fyri. The Guardian hevur kannað undirtøkuna fyri avtaluni millum parlamentslimirnar, og blaðið kemur fram til, at meiriluti verður ikki fyri henni. Blaðið vil vera við, at Boris Johnson bara hevur stuðul frá 320 tinglimum. Men fleiri av tinglimunum vilja ikki avdúka, hvat teir fara at atkvøða. Tað sigur felagið í hoyringarskrivinum um nýggju fiskivinnulógina. Umsetiligheitin er lættari í kvotuskipan, sigur Arbeiðsgevarafelagið. Felagið ásannar, at vandin fyri útblaking er størri, tá skipini hava kvotur, men trupulleikin kann loysast við herdari revsing og betri eftirliti. Men hann kann loysast við at geva møguleika fyri at keypa og selja kvotur til ymisku fiskasløgini millum sín, umframt at hava reglur, sum undir ávísum treytum gera tað møguligt at taka veiðu frá blandingsfiskiskapi við til lands, hóast farið verður eitt sindur upp um kvotuna. Arbeiðsgevarafelagið sigur, at sama um Fiskimálaráðið velur kvotuskipan ella fiskidagaskipan er sera umráðandi at hava umsetilig rættindi fyri at styrkja effektivitetin í skipanini. Vinnuhúsið tekur undir við endamálinum í lógaruppskotinum frá landsstýrinum um dátuverndarlóg, men fleiri ivaspurningar eru, sum kunnu verða torførir at gjøgnumskoða, sigur Vinnuhúsið. Tað er ikki eitt krav, at privatar fyritøkur skulu hava dátuverndarfólk, men Vinnuhúsið sigur, at tað er ikki greitt, hvørjar privatar fyritøkur skulu hava dátuverndarfólk. Í uppskotinum verður sagt, at kravið um persónsupplýsingar er ikki galdandi fyri fyritøkur, har færri enn 250 starvsfólk starvast. Men kravið skal kortini verða galdandi fyri fyritøkur, sum hava færri enn 250 starvsfólk, um tað er sannlíkt, at viðgerðin hevur váða. Skotið verður upp, at sektin fyri brot á persónsupplýsingar hækkar munandi, soleiðis at bótin verður á sama stigi sum í Danmark, har til dømis ein hýruvognsstøð fekk 1,2 milliónir krónur í bót. Vinnuhúsið heldur, at hetta eru spurningar, sum eiga at verða lýstir og greinaðir nærri, áðrenn lógaruppskotið verður lagt fyri tingið. Í hesum sambandi skipar Vinnuhúsið fyri einum tiltaki um nýggju dátuverndarlógina hósdagin 31. oktober, har Katrin Thorsvig Hansen, fulltrúi á Løgmansskrivstovuni, fer at greiða frá. Strandferðslan boðar frá, at leið 700 hjá Bygdaleiðum, sum koyrir millum Tvøroyri og Fámjin, koyrir ikki meira í dag, og leið 700, millum Sumba, Vág og Tvøroyri, koyrir ikki fyribils. Bussleiðin í Havn boðar frá, at leið 6 og 7 koyra ikki fyribils. Nærri boð koma klokkan 18. Flogferðslan er eisini darvað av veðrinum. Morskranes er niðursetubygd frá 1876 ella 77. Um tað mundið fluttu fimm húski til bygdina, tey flestu av Strondum. Menning Jacobsen greiðir fyrstu búsetingini á Morskranesi og frá ymiskum viðurskiftum í heimbygdini. Kona Menning, Sonja Jacobsen, er ættað úr Vági, men búði í fleiri ár á Barnaheiminum í Havn. Hon sigur, at Menning hevði hug at tey skuldu búseta seg í Havn, men hon vildi heldur til Morskranesar og her hevur hon trivist væl. Nú eru nýrini gingin fyri og tí fer hon tvær ferðir um vikuna til Havnar at fáa dialysu. Menning hevur boðið sær til at lata henni annað nýra og nú skulu tey bæði kannast fyri at vita um tað ber til. Ungu hjúnini Hildigarð Djurhuus Hansen og Jørleif Djurhuus keyptu barnaheimið hjá Jørleifi, hóast hann ongantíð ætlaði sær at verða búgvandi í heimbygdini. Tað var Hildigarð, sum sá stóru møguleikarnar á Morskranesi, tí hon hevur Djóraansing og bygdin er sera væl egnað til tað, sigur hon. Jørleif arbeiðir sum bakari á Skála og tá hann hevur frí, hjálpir hann konuni við djóraansingini. Flest fólk aðra staðni vita ikki hvar Morskranes er, sigur Jørleif. Tá Eysturoyartunnilin verður tikin í brúk er Morkranes mitt í miðstaðarøkinum, men Jørleif væntar ikki at bygdin fer at vaksa kortini. Sverri Kass greiðir frá einum serligum øki í Heygshaga omanfyri og sunnanfyri Morskranes. Lendið uttan um Skráhellu er ógviliga sermerkt. Her er nógv knúst grót, sum er slætt. Martin Heinesen jarðfrøðingur hevur nevnt, at hetta kann vera ein útúrgerð frá Eysturoyarsyllini. Niðasti partur av røðini eitur Heinaberg og tað hevur Jóan Hendrik Winther Poulsen skrivað um. Hann sigur at orðið hein, sum finst í norðurlendskum málum, merkir brýni. Lissy og Gerhard Zachariassen búgva á Selatraðarvegi 485 á Morskranesi. Lissy er higani og Gerhard er úr Hattarvík í Fugloy. Tá tey bæði komu saman fyri mongum árum síðani, sigldi Gerhard við ísfiskaskipi, og tí kom tað slettis ikki uppá tal at búseta seg í Fugloy. Tey bygdu sær hús á Morskranesi. Menning Jacobsen, Sonja Jacobsen, Hildigarð Djurhuus Hansen, Jørleif Djurhuus, Sverri Kass, Lissy Zachariassen, Gerhard Zachariassen Ein javnleikur í seinasta dystinum ímóti nærmastu kappingarneytunum B36, er nóg mikið hjá klaksvíkingum til at tryggja sær FM steypið. INAS er altjóða ítróttarsambandið fyri úrvals ítróttarfólk við menningarórógvi, og hetta fimta ferðin, at skipað verður fyri kappingini, har umleið 1000 svimjarar úr 50 londum eru við. Løgfrøðiliga er tað ikki ein privatisering, men í praksis verður at kalla ógjørligt at siga loyvini upp aftur, halda fleiri løgfrøðingar. Ein teirra er Jógvan Elias Winther Poulsen. Tað vísir ein støðulýsing um bygningarnar í Gundadali. Fyribils hevur Listasavnið biðið um eina millión á komandi fíggjarlóg til tað mest átrokandi. Skjóta tøkniliga menningin hevur kollvelt sambond millum fólk. Anders Høeg Nissen er forelskaður í virtual reality og chatbots, sum eru partur av menningini. Marianne Borge arkitektur teknar smá stílrein hús heilt niður í 15 kvadratmetrar. Hon heldur ikki, tað er støddin, sum definerar frítíðarhús, men heldur hvussu rúmið verður skipað. Húsini hjá Borge minna mest um sniðgivnar møblar, har tilfar, tað einfalda, ljós og loftshædd gera, at víddin verður brúkt og upplivað á besta hátt. Hann hevur hvørki ríðiskúla ella kynbótastøð, hann hevur bara øll møgulig sløg av rossum og býr saman við teimum, sum vóru tey familja hansara. Tað er vakurt at síggja. BMI virðini eru minkað hjá teimum flestu, men blóðroyndirnar avdúka annað. Granskararnir hava kannað úrslitini, og vit fáa at vita, hvørjar bestu matreglurnar eru. Odd Arne Skaldebø 72 hevur leitað eftir gulli í fimmti ár. Tað hevur givið honum stórslignar og sterkar upplivingar í mongum londum. Men serliga eftir eina ferð í Alaska víðlendinum broytti hann fullkomiliga livihátt. Hans Olav Brenner bjóðar kendum norðmonnum upp á loftið á Deichmanska høvuðsbókasavninum í Oslo. Og fólk á gøtuni koma við sínum yndisbókum. Uttanríkistænastan skal við nýggjum ítøkiligum átøkum í størri mun vísa, at hon er uttanríkistænastan hjá øllum ríkisfelagsskapinum, stendur í tíðindaskrivi hjá danska uttanríkisráðnum. Jeppe Kofod sigur, at vitjanin er gott høvi til gjølliga at umrøða ítøkilig hugskot til styrkt samstarv á uttanríkis og trygdarpolitiska økinum eisini tá hugsað verður um økta altjóða áhugan fyri Grønlandi og Arktis. Á vitjanini skal hann millum annað hitta tinglimir og landsstýriskvinnuna í uttanríkismálum, Ane Lone Bagger. Eisini skal hann vitja Arktisk Kommando og hitta umboð fyri vinnulívið í Grønlandi. Russiski verjumálaráðharrin, Sergei Shoigu, sigur, at 12 fongsul í Sýria, har IS hermenn eru fongslaðir, standa við ongum varðhaldi, orsakað av hernaðarligu turkisku innrásini í Sýria. Sergei Shoigu sigur, at tilsamans 12 sýrisk fongsul og átta flóttafólkalegur nú standa við ongum varðhaldi eftir turkisku innrásina. Kurdiskar uppreistrardeildir hava leingi verið fremsti sameindi hjá USA í stríðnum móti IS, til amerikanar fóru úr økinum fyrr í hesum mánaðinum. Eftir at Turkaland fór við herinum inn í Norðursýria 9. oktober, hava kurdiskar deildir verið noyddar at taka seg aftur, og sum avleiðing av tí hava kurdar boðað frá, at teir ikki longur raðfesta stríðið móti IS. Í dag, sama dag, sum vápnahvíldin í Norðursýria fer úr gildi, fer turkiski forsætisráðharrin, Recep Erdogan, til Stosji í Russlandi, har hann skal hitta russiska forsetan, Vladimir Putin. Vit fara at viðgerða henda spurningin við Putin, og síðani taka vit neyðugu stigini, segði Erdogan, sambært tíðindastovuni hjá Reuters. Í fólkaskúlanum eru í hvussu er lutfalsliga ov fá mannfólk. Og kvinnuligu lærararnir tað eitur ikki lærarinna longur gerast alsamt fleiri. Ein skjót framrokning her, sum eg arbeiði dagliga, vísir, at heldur verandi gongd fram, verða vit tríggir menn eftir av 30 lærarum um fá ár, sigur Dagfinn Olsen, lærari í Vágs skúla, sum hugleiðir í klummu á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum um javnstøðu innan fyri skúlagáttina. Dagfinn Olsen rør í klummu síni eisini upp undir tosið um kynskvoteringar, sum einamest snýr seg um at fáa fleiri kvinnur inn á ting til dømis. Trupult er at fáa munagóðan vinning burtur úr, men tað, sum hevur gjørt, at tað hevur borið til í Neystinum, er, at tey hava selt grillmat, heldur Elisabeth Myllhamar. Enn er eingin, ið sigur seg hava hug at taka yvir, men kemur onkur, so skulu tey fáa tað, sum tað stendur, sigur Elisabeth Myllhamar, ið viðgongur, at hon fer at sakna sosiala týdningin, sum handilin hevur havt. Seinastu vikuna hevur Signa Vár Dávadóttir Næs Joensen kappast í para svimjing í INAS Global Games í Brisbane, Australia. INAS stendur fyri altjóða ítróttarsambandið fyri úrvals elitu ítróttarfólk við menningarórógvi , og er hetta fimtu ferð at tey skipa fyri Global games. Umleið 1000 luttkakarar úr 50 londum luttaka í leikunum ið byrjaðu 12. Oktobur og endaði 19. oktober. Signa Vár hevur kappast í 10 svimjigreinum, og hevur hon vunnið heili 9 heiðursmerkir, 3 gull og 6 silvur, umframt at hon var nummar 2. í 200m blandaðari svimjing. Signa Vár hevur seinastu nógvu árini svomið í Havnar Svimjifelag, men seinastu mánaðirnar hevur hon gingið á ítóttareftirskúlanum í Vági, og hevur vant undir leiðslu av Jón Bjarnason eisini, so treytirnar at fyrireika seg til kappingina hava verið góðar. Hon hevur svomið persónligar bestu tíðir á langgeil í nærum øllum kappingargreinum, so hon og venjari hennara á ferðini, Barbara Holm, eru sera vælnøgdar við kappingina. Feløgini í Vinnuhúsinum sum vara av lærlingum, taka væl ímoti uppskotinum hjá Fíggjarmálaráðnum um at geva lærlingum 50.000 krónur í frádrátti um árið. Men Føroya Arbeiðsgevarafelag vísir samstundis á, at vanligi lønarskatturin eigur at lækka, og mælir landsstýrsnum til samstarv við kommunurnar um tað. Fíggjarmálaráðið arbeiðir við at broyta lógina um landsskatt og kommunuskatt, so lærlingar fáa ein skattafrádrátt upp á 50.000 krónur um árið. Í viðmerkingunum verður upplýst, at talan er um umleið 1.000 lærlingar. Teir fara at fáa 1.650 krónur meira útgoldið um mánaðin, ella 19.500 krónur um árið. Avleiðingin verður, at inntøkurnar hjá landi og kommunum fara at minka slakar 20 milliónir krónur, landið missir 7,5 milliónir krónur og kommunurnar 10,1 milliónir krónur. Føroya Arbeiðsgevarafelag, Føroya Handverksmeistarafelag, Føroya Prentsmiðjufelag, umframt Handilsvinnufelagið, Ferðavinnufelagið og KT felagið, sum eru vinnugreinafeløg, ið varða av lærlingum, taka væl ímóti uppskotinum, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag í svarinum. Uppskotið veitir ein lætta í vanliga lønarskattinum hjá teimum lægru inntøkunum og eggjar samstundis lærlingum til at arbeiða meira við síðuna av læruni. Hetta er ein vinningur fyri bæði arbeiðsgevaran og arbeiðstakaran, sum í hesum førinum er lærlingurin. Arbeiðsgevarin fær atgongd til meira arbeiðsmegi, og lærlingurin fær møguleika fyri at vinna nakrar eyka krónur. Harumframt fær lærlingurin ein eyka vinning burtur úr læruni, sum hann fær burtur úr arbeiðinum við síðuna av vanligu lærutíðini. Uppskotið kann somuleiðis eggja fólki til at fara í læru, og tað samsvarar við heimsmálini há ST. Víst verður til mál fýra um dygdargóða útbúgving úr teimum 17 heimsmálunum hjá ST. Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur fleiri ferðir víst á, at vanligi lønarskatturin í Føroyum er ov høgur, og Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur tí undir við hesum uppskotinum um ein lætta í vanliga lønarskattinum hjá lærlingum. Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur tó fast við síni tilmæli um, at land og kommunur eiga at seta seg saman at gera eina langtíðarætlan fyri alla ta føroysku skatta og avgjalds skipan ina. Langtíðarmálið er at lækka vanliga lønarskattin yvirhøvur. Hetta skal fíggjast við at strika serskipanir og frádráttir, samstundis sum fleiri brúkara og tænastugjøld koma inn í myndina. Ein verulig skattanýskipan má fremjast yvir eitt longri áramál í tøttum samstarvi millum land og kommunur, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag í hoyringarsvarinum. Tað, sum tú rindar í SEV gjaldi, fer ikki bara til útreiðslur at gera streym, men eisini til umsiting, viðlíkahald av el neti og aðrar íløgur hjá SEV. Tað sigur stjórin í SEV, Hákun Djurhuus, í svari til Ólav Poulsen, sum er ónøgdur við, at hann ikki kann selja avlopsstreymin til el netið hjá SEV. Løgtingið skal á hvørjum ári leingja veiðiloyvini. Fiskivinnuuppskotið verður broytt, áðrenn tað verður lagt fyri tingið, lovar løgmaður. Handlarnir selja meira í ár enn í fjør. Umsetningurin í virði og umroknað til mongdir fyri smásølu er gjørdur upp fyri annan ársfjórðing í trimum yvirskipaðum vørubólkum. Tølini vísa, at samanborið við annan ársfjórðing í fjør vaks umsetningurin mest í vørubólkinum matur og alkoholfríar drykkjuvørur. Hann er 3,5 prosent størri í ár. Hetta er sami miðal árligi vøksturin, sum hevur verið síðani 2013. Prísirnir eru farnir upp í árinum, so vørumongdin er vaksin tvey prosent. Men verður lagt upp fyri prísbroytingum og umroknað verður til mongdir, so sæst, at vørubólkurin húsbúnaður og húsarhaldsútgerð er vaksin mest frá øðrum ársfjórðingi 2018 til annan ársfjórðing 2019. Í vørubólkinum húsbúnaður og húsarhaldsútgerð var umsetningurin nærum óbroyttur frá øðrum ársfjórðingi 2018 til annan ársfjórðing 2019. Sangurin something in the water hjá Carry Underwood lá í nógvar vikur nr. 1 á kristna Billboard hitlistanum. Sangurin hevði eisini metið, inntil Lauren Daigle vísti tenn við sínari síðstu útgávu frá 2018. 28 ára gamla Lauren Daigle úr Luisiana, gav í 2018 út útgávuna loock up Child ein slóðbrótandi útgáva. Útgávan ber brá av at Lauren valdi at vera hon og bara lurta eftir sær sjálvari. Staturin Louisiana hevur sín serliga tónleikastíl og sjálvandi liggur hetta í sálini hjá Lauren Daigle. Donald Tusk samskiftir í løtuni við ríkis og stjórnarleiðararnar í ES um formligu umbønina frá Boris Johnson, forsætisráðharra, um at útseta brexit tríggjar mánaðir aftrat. Boris Johnson varð noyddur at biðja ES um at leingja freistina, tí tað hevur parlamentið samtykt, at hann skuldi gera, um Brexitavtalan ikki varð samtykt leygardagin. Í dag viðger bretska parlamentið aftur Brexit, og úrslitið av hesi viðgerðini verður avgerandi fyri niðurstøðuna hjá ES, sigur Donald Tusk. Men tað er púra greitt, at vit fara ongantíð at koyra Bretland úr ES við ongari avtalu, og tað havi eg eisini sagt Boris Johnson, forsætisráðharra, sigur Donald Tusk. Tað sigur formaðurin í ES tinginum, David Sassoli, eftir ein fund við bólkarnar í tinginum. ES tingið fær seinasta orðið í málinum, sigur hann. Bretska undirhúsið fer at atkvøða um Brexitavtaluna í dag og í morgin. Verður hon góðkend í undirhúsinum, skal hon fyri yvirhúsið, House of Lords. Kanska var tað av tilvild, at John Dillinger gjørdist tann ringasti brotsmaðurin, sum heimurin nakrantíð hevur sæð. Sum smádrongur var tann klænvaksni og dimmhærdi John ikki øðrvísi enn aðrir smádreingir í Mooresville. Elisabeth Myllhamar, Dagfinn Olsen, Tórður Mikkelsen, Katrin Eivindardóttir Danielsen, Signa Vár Dávadóttir Næs Joensen, Barbara Holm og Tróndur Ravnsfjall. 1. oktober fóru sáttmálanir hjá 15 fakfeløgum á almenna arbeiðsmarknaðinum úr gildi, og hósdagin í síðstu viku byrjaðu sáttmálasamráðingarnar, tá Starvsmannafelagið og lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum fóru á fund. Seinastu sáttmálasamráðingar fyri tveimum árum síðani, vóru merktar av trimum stórum verkføllum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, námsfrøðingunum og ljósmøðrunum. Men hvat kunnu vit vænta av komandi samráðingum, hvørjar eru avbjóðingarnar hjá samráðingarpørtunum at koma fram til nøktandi semjur fyri báðar partar, og riggar skipanin nóg væl Tosað hevur verið um at gera eina nýggja lønarskipan, men hendan er ikki komin á mál. Men hví er tørvur á einar slíkari og hvørjir eru vansarnir og fyrimunirnir. Hetta eru millum spurningarnar vit viðgerða í hesum tematýsdagin í Nón um fakfeløg og sáttmálasamráðingar, har vit lýsa evni í fortíð, nútíð og framtíð. Vit tosa við Súna Selfoss, fomann í Starvsmannafelagnum, Ole Jensen fomann í Akademikarafelag Føroya og Óluvu í Gong forkvinnu í Felagnum Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar. Eisini kemur Jan Mortensen, samráðingarleiðara hjá lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum, í útvarpsstovuna. Helgi Eidesgaard, søgufrøðingur, sum í løtuni skrivar bók um Føroya Arbeiðarafelag, greiður frá um søguna hjá føroysku fakfelagsrørsluni, og avbjóðingar í dag og í framtíðini. Turið Debes Hentze, løgfrøðingur og mediator, umrøður tað at mekla, og eisini spyrja Johnny í Grótinum hvat løn er og hví lønin hjá ymsum stravsbólkum er sum hon er. Verður uppskotið hjá samgonguni samtykt í verandi líki, fara flest allir pengarnir til nøkur fá reiðarí, meðan atfinningarsamar røddir siga, at tað verður torført hjá nýggjum aktørum at koma inn í fiskivinnuna. Tað eru nógvir føroyingar, sum eru raktir av svøvnkøvu. Tað liggur kanska í orðinum, men svøvnkøva er ein sjúka, sum køvur svøvnin ella køvur andadráttin meðan vit sova. Á svøvnkøvudeildini á Klaksvíkar sjúkrahúsi staðfesta tey hvørja viku upp til 16 tilburðir, men nógvir føroyingar hava somuleiðis svøvkøvu uttan at vita av tí. Í øllum førum er rumbul í baklandinum hjá Sambandsflokkinum, sum eisini kom til sjóndar í lesarabrævi, sum Eivin H. Jacobsen, fyrrverandi tingmaður fyri Sambandsflokkin, sendi fjølmiðlunum fyrr í vikuni. Kjak millum landsstýrismannin í Mentamálum og formannin í Føroya Lærarafelag. Eisini tosað vit við lærarar, skúlastjórar og ein sálarfrøðing. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur enn einaferð gjørt eitt uppskot, sum skal frítaka heimavirkisvørur fyri MVG og lækka skattin munandi á inntøkum hjá teimum, sum selja heimavirkisvørur. Hetta skaðar eina spírandi professionalisering av sniðgeving og klædnaframleiðslu, siga fólk í vinnuni og arbeiðsgevarafelagið. Kjak millum Jørgen Niclasen og stjóran í Marjun Heimá, Maibritt Jakobsen. Og fimta mánað á rað eru mótmælisfólk í gøtunum í Hong Kong vit tosa við korrespondent í Hong Kong, um hvat liggur aftanfyri ófriðin, og hvønn veg tað ber. Jacob Eli S. Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag, Suni Poulsen, sálarfrøðingur, Aslaug Olsen, skúlastjóri, Sankta Frans Skúli, Dagfinn Olsen, lærari, Jacob Thomsen, lærari og Jenis av Rana, landsstýrismaður í Mentamálum Majbritt Jakobsen, stjóri í Marjun heimá, Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum og Poulina Jóanesardóttir, eigari av Vevstovuni hjá Poulinu Natalia droymir um at gerast sjálvstøðugur tatovørur, men síðan hon er farin at taka hormonir, er sjálvsálitið, hon hevði sum maður, heilt horvið. Tobias og Caroline vóru væl, áðrenn tey gjørdust par. Tey eru so forelskað, men Tobias stúrir fyri at missa Caroline, sum er tann einasta, hann kann tosa um kenslur við. Nicolai er ofta sjalu, tá aðrir dreingir tosa við Juliu í býnum, og tí veksur óttin fyri at missa hana. Tey eru fyrstu unnustar hjá hvørjum øðrum, og tað hevur broytt alt. Alt broytist hjá MØ, tá Lean On verður mest stroymdi sangur í verðini. Karen úr Ubberød er brádliga stjørna, men er mentalt illa fyri. MØ fær strongd. Vit hitta sangarinnuna trý ár eftir Lean On . Thor H kon 24 elskar heimbýin Oslo og vil royna síni egnu mørk og tey í býnum. Púra einsamallur fer hann avstað við sekki og heingikoyggju. Men ævintýrið byrjar heldur øðrvísi, enn hann hevði hugsað sær. Um náttina tann 3. februar í 1929 var Appolonia K hn á veg til hús. Hon var komin væl upp í árini og hevði verið og vitjað nøkur vinfólk. Nú var hin á veg til gongu tann seinasta teinin til húsini, sum vóru í útrið ini av Dusseldorf. Vindurin rykti í trøini, sum stóðu framvið vegnum, og tað regnaði eisini illa. Brádliga datt hon um okkurt, sum lá og sløgdist á vegnum. Partapeningurin er hækkaður fýra milliónir 615.179 krónur. Nýggju partabrøvini eru seld fyri 366,58 krónur stykkið, stendur í fráboðan til Skrásetingina. Regin Jakobsen, stjóri í Bakkafrosti, eigur nú næstan átta prosent av partabrøvunum í felagnum. Hann eigur fýra milliónir og 615.896 partabrøv, sum eru 7,92 prosent. Hóast freistin fyri vápnahvíldini er farin, hevur Turkaland ongar ætlanir um at gera nýggja innrás í Sýra. Tað uplýsir turkiski verjumálaráðharrin fyri tíðindastovuni, AFP. 9. oktober gjørdi Turkaland innrás har norðuri í Sýria, har kurdar halda til. Turkaland sigur, at kurdarnir eru yvirgangsmenn. Hósdagin varð vápnahvíld lýst at galda í fimm samdøgur. Turkaland setti sum treyt fyri vápnahvíldini, at kurdiski herurin tók seg aftur úr einum trygdargeira, sum Turkaland hevur skipað fram við markinum, í seinasta lagi í gjárkvøldið. Kurdisku hermenninir siga, at teir hava hildið treytirnar í vápnahvildini, og hava tikið seg aftur. Og í nátt boðaði turkiski verjumálaráðharrin frá, at ongar ætlanir eru at gera nýggja innrás í Sýria. Russiski forsetin, Vladimir Putin, og turkiski forsetin, Erdogan, hava avtalað, at herfólk úr báðum londum skulu hava eftirlit á markinum í landnyrðingspartinum av Sýria saman við sýriskum hermonnum. Til arbeiðið at endurskoða íbindingartreytirnar fyri smáverk er liðugt, og nýggjar treytir eru ásettar, noyðast tey, sum reka smá vatnorkuverk ella vinduorkuverk, at virka eftir galdandi reglum, sum orkumyndugleikin góðkendi í apríl í fjør, sigur SEV. Treytirnar skulu galda fyri alla el skipanina og øll tey, sum ætla at byggja smáverk av ymsum slag, í framtíðini. Tí ber ikki til at viðgera almennar treytir við støði í einstøkum málum, sigur stjórin í SEV. Píkadekk, heilársdekk ella vetrardekk hvør er munurin og hvørji dekk hóska seg best til kava og hálku Hesir eru summir av spurningunum frá lurtarum, sum Sofus svarar. Nógv er at hugsa um viðvíkjandi bili og hálku, nú veturin nærkast. Hoyr Sofus Hansen geva góð ráð og svara spurningum frá lurtarum. Tað er ikki altíð, at tað er tí, at bilarnir ikki eru skøddir, tað kann eisini vera ferð, ósketni og hvirlur, sum elva til ferðsluóhapp, sigur Bjarni Petersen, økisleiðari hjá Landsverki. Afturvendandi støð Bjarni Petersen, økisleiðari hjá Landsverki, nevnir nøkur støð, sum ofta eru afturvendandi, tá tað kemur til avbjóðingar í ferðsluni hesa ársins tíð. Egil Hoydal og kona hansara, Ulla, settu seg niður sum lærarar í bygdini Sønder Sejerslev í Suðurjútlandi. Stundum høvdu tey farloyvi. Síðani hevur hann verið har fleiri ferðir og havt støðugt samband tann vegin. Ein verkætan var saman við næmingum úr Føroya Studentaskúla. Seinni var Egil við í menningaarbeiði innan landbúnað í Russlandi, baltisku londunum, Uganda, Kenya, India og Bangladesh. Tey hava í nógv ár búð á Rømø í Vaðihavinum. Løgreglan í Bretlandi kannar eitt mál um 39 lík, sum vórðu funnin í einari lastbilabingju í býnum Grays, 30 kilometrar eystan fyri London, í nátt. Tær fyrstu upplýsingarnar benda á, at 38 av teimum deyðu eru vaksin fólk, og at eitt fólk er tannáringur. Løgreglan sigur, at talan er um eitt drápsmál. Maðurin koyrdi lastbilin við bingjuni, har líkini vórðu funnin. Løgreglan heldur, at bingjan kom úr Bulgaria til Bretlands leygardagin. Tað hevur ikki eydnast á fáa eina viðmerking frá Anniku Olsen, borgarstjóra, sum eisini er forkvinna í Fíggjarnevndini, til tíðindasendingina á døgurða. Stjórin í SEV, Hákun Djurhuus, vil gjarna keypa streymin frá vatnorkuverkinum hjá Ólavi Poulsen men so skal hann keypa allan streymin og ikki bara avlopið. Spurningurin er bara, hvat avlopsorkan skal avroknast fyri, sigur stjórin á Umhvørvisstovuni, sum væntar eina avgerð í næsta mánað. Føroya arbeiðsgevarafelag mælir landsstýrinum frá at leggja uppskotið um skattalætta og strika meirvírðisgjald hjá teimum, sum fáast við heimavirki, fyri løgtingið. Felagið sigur, at kappingin millum heimavirkisvirksemi sum ítriv og vinnuligar fyritøkur verður ov ójøvn, um tey, sum virka heima, sleppa undan meirvirðisgjaldi og fáa skattalætta. Føroya arbeiðsgevarafelag mælir til, at skattur og avgjøld eru tey somu hjá báðum pørtum. Fólkaflokkurin hevur nakrar ferðir roynt seg við hesum uppskoti. Men tað hevur ikki vunnið frama í løgtinginum. Nú flokkurin er í landsstýrinum, og hevur landsstýrismannin í fíggjarmálum, roynir hann aftur. Føroya arbeiðsgevarafelag saknar eisini eina neyva allýsing, sum sigur, hvat heimavirkisvirksemi er. Hendan allýsing er hvørki í lógartekstinum ella í viðmerkingunum um lógaruppskotið. Sama er galdandi fyri rithøvunda og tónaskaldavirksemi og um annað listaligt virksemi, sum sleppa undan meirvirðisgjaldi, sigur Føroya arbeiðsgevarafelag. Tað sigur týski uttanríkisráðharrin, Heiko Mass, sambært Ritzau. Hann sigur, at um talan verður um tvær til tríggjar vikur, so verður tað neyvan nakar trupulleiki. Bretski forsætisráðharrin segði frammanundan, at tað ikki verður ES, sum skal gera av, nær bretar fara úr ES. Ta avgerðina skulu bretar taka sjálvir, segði hann. Øll tey 27 ES londini skulu vera samd um avtaluna við Bretland, bara eitt land kann forða fyri avtaluni, um samtyktin ikki vinnur frama. Hvussu langa freist Bretland fer at fáa, fyri at fara úr ES, er stórur ivi um, tí lógarverkið, ið skal fyrireika bretska samfelgið til nýggju tilveruna, er stórt, og tað fer at taka fleiri mánaðir at fáa lógirnar samtyktar. Tí uppskotini skulu umrøðast bæði í parlamentinum, undirhúsinum og í yvirhúsinum. Roknað verður eisini við, at onnur uppskot fara at verða løgd fram. Millum annað uppskot um nýggjar samráðingar um tollsamstarv, og kanska eisini um eina nýggja fólkaatkvøðu, og so kann gongdin nú eisini hava við sær, at parlamentsval verður útskrivað í Bretlandi, skrivar Ritzau. Hvørjir eru rithøvundarnir, ið eru í uppskoti til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins Hesar og aðrar spurningar umrøða vit saman við Bergi Djurhuus Hansen, bókmentafrøðingi, Og hvørji eru tónlistafólkini, ið eru í uppskoti til Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins Vit útgreina hetta musikalska universið saman við Jóhannesi Andreasen, tónleikara. Í hvønn mun skal arkitektururin síggjast aftur í nýggjum skúlabygningum Vit spyrja Firouz Gaini, sum hevur granskað í ungdómsmentan. Eisini skifta vit orð við arkitektarnar Heidi Poulsen og Medunu Dalsgaard, nú arkitekturdagur verður leygardagin. Og í táttinum Mítt listarverk fara vit hesuferð á gátt hjá Herleifi Hammer, eins og vit eisini fregnast um hvat hendir á føroyska Mentanarpallinum komandi vikuna. Tú kanst hoyra sendingina her Amerikanski áhugin fyri Grønlandi skal síggjast í ljósinum av átøkum frá Ruslandi og Kina. Grønland er aftur við at gerast miðdepil fyri stórpolitikki, eins og undir Kalda krígnum. Men hvussu við Føroyum Vit tosa við serfrøðingar um kinesiska politikkin í Arktis, og trygdarpolitikk í Arktis. Luttakarar í sendingini Jóhanna Vágadal Joensen, søgufrøðingur, Ólavur Dalsgarð, granskari í trygdarpolitikki, Gestur Hovgaard, Samfelagsvísindadeildin á Lærda háskúlanum í Grønlandi, Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður og limur í uttanríkispolitisku nevndini og formaður í Arktisku sendinevndini, Kaj Joensen, journalistur á Christiansborg, Sámal Tróndur Finnson Johansen, søgufrøðingur, Høgni Hoydal, limur í Uttanlandsnevndini, og Bárður á Steig Nielsen, løgmaður. Anton Hassel, 28, hevur í eitt ár ligið í einum myrkum rúmi, hann er ikki mentur at røra seg, alt meðan læknar argumentara um orsøkirnar til sjúkuna ME CFS, varandi møði. Redaktørur Stefan Brunow. At gera næmingarnar førar fyri at virka taka stig er týðiliga skrivað í ætlanini hjá skúlanum og skal verða við til at skapa haldgóða samfelagsmenning bæði heimliga og altjóða. Vit vitja Johannebergsskúlan Elyseum. Tann pensjoneraði yvirlæknin Svend Lings hevur eina telefonlinju heima, har sjúkir danskarar, sum ikki hava hug at liva longur, kunnu fá vegleiðing um, hvussu teir kunnu gera sjálvmorð við medisini. Nú er læknin ákærdur fyri at hjálpa sjúklingum at gera sjálvmorð. Hvussu tryggjar hann sær, at talan ikki er um sálarsjúkar sjúklingar og er vandi fyri, at tey yvirliva við varandi meini eftir sjálvmorðsroyndina Tað at avrika tað allarbesta er lívið um at gera hjá mongum. Martin er sokallaður biohacker . Hann optimerar kroppin og heilan við serstøkum kosti, infrareyðum strálum og mátitólum fyri at avrika tað allarbesta í starvinum. Jannick noyðist sum ein av dugnaligastu heilaskurðlæknum í Danmark at leggja alla orku í hvørja einastu skurðviðgerð. Tey trívast í eini tíð, har høgar ambitiónir og perfektionisma eru høgt í metum. Verðin er í stórari broyting. Tað er í broytingartíðum sum hesum, vit læra at liva øðrvísi. í hesi røðini hitta vit fólk, sum longu eru á veg inn í framtíðina. Snorre Stinessen arkitektur teknar frítíðarhús í serligu norsku náttúruni kring heimbýin Tromsø. Húsini líkjast skeljum, sum lata seg upp móti landslagnum, tey hava stórar glasfasadur, skráveggir og gólv, sum gevur kensluna av at sveima yvir havfløtuni. Odd Arne Skaldebø 72 hevur leitað eftir gulli í fimmti ár. Tað hevur givið honum stórslignar og sterkar upplivingar í mongum londum. Men serliga eftir eina ferð í Alaska víðlendinum broytti hann fullkomiliga livihátt. Hvør bók hevur havt so stóra ávirkan á teg, at hon mestsum broytir lív títt onkursvegna Hans Olav Brenner bjóðar kendum norðmonnum upp á loftið á Deichmanska høvuðsbókasavninum í Oslo. Og fólk á gøtuni koma við sínum yndisbókum. Í felags yvirlýsing sláa 26 fakfeløg manngarð um Samanhaldsfasta. Yvirlýsingin kemur eftir fund við Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, 7. oktober, har ætlanin hjá landsstýrinum at broyta verandi pensjónsskipan varð umrødd. Á fundinum við fakfeløgini vísti Jørgen Niclasen á, at ætlanin er ikki at nerta Samhaldsfasta, men at ein aldurstrygdargrunnur skal setast á stovn. Enn er ikki greitt, hvussu hesin grunnur skal virka. Samhaldsfasti Arbei ðsmarknaðareftirlønargrunnurin er ein sólskinssøga og riggar væl. Útgjaldið í dag er 5.590 kr um mánaðin, og tað er eitt týðandi ískoyti hjá øllum pensjonistum. Øll rinda, og øll fáa ongin verður settur eftir, og ongin skal setast eftir. Um samgongan ætlar at gera broytingar í pensjónini, so skal tað ikki gerast við at fara eftir Samhaldsfasta Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum. Samhaldsfasti riggar væl og er eitt týðandi íkast hjá øllum pensjonistum í dag. Grunnurin fór at virka í 1992 í ringastu kreppuárum, tí partarnir á arbeiðsmarknaðinum saman við politikarum úr øllum flokkum sóu, hvussu neyðugt tað var at hava ein arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn afturat almennu pensjónini og møguligari persónligari eftirløn. Pensjónistarnir skulu hava fleiri pengar at liva fyri, longu á nýggjárinum. Tað sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, sum tó ikki vil seta tal á upphæddina, fyrr enn neyðuga lógargrundarlagið er liðugt orðað. Sambært samgonguskjalinum er ætlanin at seta á stovn ein aldurstrygdargrunn. Henda, politiska ætlanin fekk beinanvegin ávaringarlampurnar at blinka hjá fakfeløgunum, sum óttast at landsstýrið fer at pilka við Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin. Sambært Jørgen Niclasen byrjar politiska viðgerðin inni í samgonguni nú, og fyrsta dagin verður lógargrundarlagið sent til hoyringar. Møguliga fer hoyringin fram, samstundis sum viðgerðin í tinginum tí nú fer at styttast til 1.januar, tá broytingin skal koma í gild. Hvussu nógv freistin verður longd, er ikki ásett, siga keldur í Brússel. Tí tykist verða greitt, at Bretland fer ikki úr ES um eina viku, sum ætlanin annars hevur verið. Keldur í Brússel siga, at tað fer at taka langa tíð at samtykkja tær lógir, sum skulu koma í gildi í Bretlandi, tá landið fer úr ES. Tí er ikki óhugsandi at freistin hjá Bretlandi verður longd í fleiri mánaðir. Forsetin í ES, Donald Tusk, hevur mælt til, at freistin hjá Bretlandi, at fara úr ES, verður longd til 31. januar næsta ár. Tey 27 ES londini fara væntandi at taka endaliga avgerð til at leingja freistina á fundi í morgin. Mánadagin varð ein stórur bilur tikin av eini hvirlu á Kaldsbaksvegnum nakað norðan fyri Sundsverkið. Í bilinum var Mikkjal Joensen úr Klaksvík. Hann slapp frá óhappinum við smærri snuddum, men fyri dóttur Mikkjal, Sigrid Mikkjalsdóttir, var tað sera ódámligt, tá hon varnaðist, at ein mynd av koppaða bilinum varð løgd út á facebook, áðrenn mamman hevði boðað henni frá óhappinum. Eg sá ikki myndina fyrr enn aftaná, men klokkutíðin vísti, at myndin varð løgd út so skjótt, at mamma nóg illa hevði fingið boðini sjálv, sigur Sigrid Mikkjalsdóttir. Dagin eftir óhappið gjørdi Sigrid Mikkjalsdóttir vart við sína ónøgd á sínum egna facebook vanga, har hon greiddi frá, hvussu tey høvdu upplivað hetta. Uppslagið hjá Sigrid er deild meira enn 700 ferðir, og hon staðfestir tí nøgd, at tað ikki bara er hon, sum hevur tað á hendan hátt. Kanska hetta kann gera, at ein kavabóltur fer at rull, sum ger fólk tilvitað um, hvat tú skalt tveita út á facebook og ikki, sigur hon avgjørd. Mánadagin varð ein stórur bilur tikin av eini hvirlu á Kaldsbaksvegnum nakað norðan fyri Sundsverkið. Í bilinum var Mikkjal Joensen úr Klaksvík, sum slapp frá óhappinum við smærri snuddum. Tá man hugsar um, at bilurin vigar 10 tons tómur, og at hann verður sendur inn í bilverjuna av eini hvirlu, so er tað ótrúligt, at bilverjan helt, sigur Mikkjal Joensen, bilførari. Mynd Hans David Hansen, Tórshavnar Sløkkilið. Mynd á Facebook Men fyri dóttur Mikkjal, Sigrid Mikkjalsdóttir, var tað sera ódámligt, tá hon varnaðist, at ein mynd av koppaða bilinum varð løgd út á Facebook, áðrenn mamman hevði boðað henni frá óhappinum. Tíbetur sá eg ikki myndina fyrr enn aftaná, men klokkutíðin vísti, at myndin varð løgd út so skjótt, at mamma nóg illa hevði fingið boðini sjálv, sigur Sigrid Mikkjalsdóttir. Dagin eftir óhappið gjørdi Sigrid Mikkjalsdóttir vart við sína ónøgd á sínum egna Facebook vanga, har hon greiddi frá, hvussu tey høvdu upplivað hetta. Uppslagið hjá Sigrid er deild meira enn 700 ferðir, og hon staðfestir tí nøgd, at tað ikki bara er hon, sum hevur tað á hendan hátt. Kanska hetta kann gera, at ein kavabóltur fer at rull, sum ger fólk tilvitað um, hvat tú skalt tveita út á facebook og ikki, sigur hon avgjørd. Í síðstu viku kom ein áheitan um júst hetta sama frá politinum í Føroyum, og tá var Jan Fossaberg, politistur, í útvarpsstovuni og greiddi frá. Hann segði millum annað, at tað kann vera revsivert at leggja myndir út alment av slíkum støðum. Hjálpa fólk til og taka myndir á staðnum, sum myndugleikarnir kunnu brúka, siga vit ja takk. Men tað er ikki alt, sum skal út á alment, segði Jan Fossaberg millum annað í morgunsendingini 16. oktober 2019. Besta prísin fært tú frá sólorkuni. Hevur tú eitt sólpanel á tekjuni, so kanst tú selja tann streymin til SEV fyri 75 oyru kilowatt tíman helvtina meir enn streymin frá vatnorku og meira enn tvífalt tað, tú fært fyri streymin frá vindorkuni. Seinni partur um stórfingnu flaggsiglingina í Danmark í summar fer fram í Helsingør og í Keypmannahavn, har nógv varð gjørt burtur úr Merkinum sunnudagin 2. juni. Tá vóru júst hundrað ár síðani Merkið fyrstu ferð varð víst fram alment á Regensen. Í tveimum sjónvarpssendingum uppliva vit Flaggsigling 2019, har sjey føroysk træskip vóru við. Tórður Mikkelsen og fotografurin Jakob Jørgensen vóru við fyri Kringvarpið. Færri hjúnaskilnaðir eru í okkara grannalondum enn fyri bara fáum árum síðani, og sambært tølum frá Hagstovu Føroya, ger tað sama seg galdandi í Føroyum. Frá 2010 til í fjør, er talið á hjúnaskilnaðum fækkað úr 92 niður í 59 hjúnaskilnaðir um árið. Hoyr Bjartu Petersen, parviðgera, millum annað greiða frá hví so er. Heini Mohr Hermansen, produktleiðari hjá Føroya Tele, greiðir frá skipanini Spora, sum føroyska fyritøkan mennir saman við undirveitara í Spania. Ein lurtari spyr, hví føroyingar eru farnir at ynskja so nógv heldur enn bara at siga tað, sum vit ætla, vilja ella hvat tað nú skal vera. Orðingin, at fólkið hevur ov lítið at liva fyri verður nógv brúkt, tá talan til dømis er um pensjónir. Men hvat merkir tað at hava lítið at liva fyri, og hví siga vit ikki lítið at liva av, spyr ein annar lurtari. Landstingið hevur seinastu fimm árini ásett kvotur sum eru upp til tríggjar ferðir hægri enn tilmælið hevur verið, og tað sæst aftur í fiskiskapinum, sigur Else Løvstrøm, kunningarfólk í náttúrustovninum. Hon vísir á, at í fjør varð mælt til at fiska 14.000 tons av toski innanskerðs í Vesturgrønlandi. Landstingið ásetti kvotuna til 36.500 tons, fiskað vórðu góð 22.000 tons. Í 2017 var støðan tann sama, tilmælið var góð 12.000 tons, men Landstingið ásetti kvotuna at vera tríggjhar ferðir hægri, ella góð 36.000 tons. Og góð 31.000 tons vórðu fiskað. Í Sisimiut komu bara 800 tons av toski upp á land fyrstu níggju mánaðirnar í ár, í mun til 3.500 tons í 2016. Í øllum landium vórðu bara 19.000 tons landað í ár, í mun til 30.000 tons í 2016, sambært grønlendsku hagstovuni. Jens Immanuelsen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum sigur, at arbeiðspláss og búskapurin í GRønlandi, hava størri týdning enn tilmælini frá fiskifrøðingunum. Í fólkatinginum hevur talið av akademikarum ongantíð verið so høgt sum nú. 58 prosent av teimum fólkavaldu í Danmark, hava antin ein kandidat ella eina bacholor útbúgving. Í løgtinginum hava 18 av teimum 33 eina langa ella miðal langa útbúgving, sum svarar til 54,5 prosent. Tó hava bara seks av hesum hava eina kandidatútbúgving, sum svarar til 18,2 prosent. Tað skriva fleiri bretskir miðlar, teirra millum BBC og Sky News. Løgreglan hevur ikki váttað tíðindini, men løgreglan sigur seg kanna, um talan er um skipaða smugling av fólki. Løgreglan kannaði í nátt tveir bústaðir í Norðurírlandi. Tað varð gjørt, tí 25 ára gamli maðurin, sum koyrdi bilin, er úr Norðurírlandi. Hann varð tikin og er skuldsettur fyri manndráp. Maðurin avheintaði lastina, og tí skriva fleiri miðlar, at tað er óvist, hvat hann visti um fólkini í bingjuni. Myndugleikarnir í fleiri londum kanna málið. Myndugleikarnir í Bulgaria siga, at bilurin er skrásettur í Varna í Bulgaria, men at eigarin er ein írskur ríkisborgari. Løgreglan í Norðurírlandi sigur seg fara at gera kanningar í málinum, fyri at hjálpa løgregluni í Essex, og løgreglan í Belgia, haðani bilurin kom, ger eisini kanningar í málinum. Hetta málið minnir nógv um eitt mál frá 2000, tá 58 kinesarar vórðu funnin deyð í einum lastbili í Dover, sum er umleið 120 kilometrar eystan fyri London Í gjár vórðu níggju aðrir migrantar funnir á lívi í einum bili á einum vegi í Kent. Teir eru kannaðir og lætnir innferðarmyndugleikunum. Í 2015 vórðu 71 fólk funnin deyð í einum kølibili í Eysturríki. Tá helt løgreglan, at talan var um skipað brotsmannavirksemi, sum ein bólkur úr Bulgaria og Ungarn stóð fyri. Við hugleiðingum um ymisliga vøksturin í víðari merking fer lurtarin inn í tónleikin, sum á ymiskan hátt litar og klæðir hugan og kenslurnar. Milliónin, sum datt burtur í framskrivaða fíggjarlógaruppskotinum, skal setast inn aftur í nýggja uppskotið, sum er í gerð. Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum. Svartkjaftakvotan verður á leið tann sama, og makrelkvotan verður 20 prosent størri næsta ár. Tað er úrslitið eftir strandarlandasamráðingarnar í London. Londini eru samd um at gera, sum fiskifrøðin í ICES sigur. ES, Noregur og Føroyar eru samd um makrelin. Føroyar eiga 116.188 tons av makreli næsta ár. Løgreglan er liðug at kanna ein tilburð, sum fór fram í Klaksvík tíðliga í hesum mánaðinum, tá ein maður varð raktur av tí, hildið verður vóru høgl frá byrsuskoti á vágni. Tað vóru tveir mans í einum báti millum Klaksvík og Ánirnar, ið helst skutu fugl so nær landi, at høglini raktu mannin, sum arbeiddi á kaiini. Teir báðir menninir, ið skutu, vóru í 30 unum og 40 unum. Hvørgin teirra hevði vápnatrygdarskeið ella vápnaprógv, og teir skutu en sunnudag, og tað er ikki loyvt. Maðurin, sum varð raktur, fekk ikki mein av skotunum, men tilburðurin varð kannaður, tí skotið varð so nær landi, at høglini raktu fólk. Jan Poulsen, økisleiðari fyri Norðoyggjar, sigur, at málið endar í rættinum, tí einki fordømi er um slíkt mál. Rætturin skal taka støðu til, hvussu stóra sekt, menninir skulu hava. Firouz Gaini, ið hevur granskað í føroyskari ungdómsmentan, er professari í antropologi og harumframt útbúgvingarleiðari í sosialvísindi og samfelagsplanlegging á Fróðskaparsetri Føroya. Í hesari samrøðuni skifta vit orð við Firouz Gaini um eitt nú í hvønn mun arkitektururin skal síggjast aftur í nýggjum skúlabygningum, í hvønn mun trivnaðurin hjá næmingunum sæst aftur í arkitekturinum, tá talan er um skúlabygging, og hvussu tað ávirkar næmingarnar, at skúlarnir gerast færri og størri. Tú kanst hoyra samrøðuna her Hví er bókmentavirðisløn Nobels ofta kontroversiell, meðan bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins er meira korrekt. Tann spurningin seta vit Bergi Djurhus Hansen, bókmentafrøðingi, sum eisini gongur ígjøgnum tey, sum eru í uppskoti at fáa Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri 2019. Ítróttur fyri børn og ung gerst alsamt meira professionaliseraður og spesialiseraður. Børn terpa førleikar heldur enn at dyrka gleðina og spælið. Tey ungu vera fyrr og fyrr noydd at velja, tí ítróttargreinar nú breiða seg um alt árið. Og samstundis gevast nógv ov tíðliga at íðka ítrótt. Skulu børn velja EINA ítróttargrein fyri at røkka langt Ella er fjølbroytni, spæl og gleði ein týdningarmiklari faktorur, tá vit tosa um barnaítrótt. Magni Mohr, ítróttargranskari, Heri Ziska, venjari, og Andras Nolsøe, ítróttarráðgevi, hittast um runda borðið at tosa um breidd og elitu í barnaítrótti. Oktober er altjóða ADHD mánaði, og í kvøld fer føroyska ADHD felagið á kunningarferð um landið. Vit skifta orð við forkvinnuna Bjørg Dam. Vit vitja eisini Edith Mørkøre og hennara listaframsýning í Ribarhúsi í Fuglafirði. Hans Petur í Brekkunum er nýggjur stjóri í Føroya Symfoniorkestri, og í dag verður Hans Petur hósdagsgestur í seinra tímanum. Nógvir tankir eru handan verkini hjá marglistarmanninum Øssur Johannesen, sum hetta vikuskiftið hevur listaframsýning í Tjørnuvík. Vit vóru á gátt í Tjørnuvík í gjárkvøldið. Tú kanst hoyra sendingina her Í 12 ár hevur hann verið stjóri í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Hann er útbúgvin tónleikari, men seinastu árini hevur hann tikið master í leiðslu. Búskaparráðið mælir frá at gera, sum landsstýrismaðurin í Fiskivinnumálum hevur lagt út í kortið í sínum lógaruppskoti um fiskivnnuna, sum er til hoyringar í hesum døgum. Vi tosa við Djóna Højgaard, formann í Búskaparráðnum, og Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, er gestur í studio. Hvønn leiklut hava pengar í føroyskum fótbólti, og hava svartir pengar eisini ein leiklut. Tann spurningurin verður settur ítróttarfeløgum, FSF og TAKS. Luttakarar Djóni Højgaard, formaður í Búskaparráðnum, Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, Jens Martin Knudsen, fyrrv. fótbóltsspælari, Rógvi Reinert Djurhuus, formaður fyri Skála Ítróttarfelag, Jákup Mørk, formaður í B36, Tummas Lervig, formaður í KÍ, Frankie Jensen, formaður í venjarafelagnum, Christian Andreasen, formaður í FSF og Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS. Fótbólturin í Føroyum hevur eina døkka síðu. Í øllum førum sambært fyrrverandi landsliðsmálverjanum, Jens Martini Knudsen, sum í dag er hjálparvenjari hjá NSÍ. Í sínari ævisøgu, Maðurin við topphúgvuni , frá 2012, fortelur Jens Martin Knudsen opið og ærligt um leiklutin, sum svartir pengar hava í føroyskum fótbólti. Og maðurin við topphúgvuni, sum í dag er hjálparvenjari hjá NSÍ, stendur fast við, at svartir pengar, ella aðrar fíggjarligar fintur, framvegis verða brúktir í fótbóltsfeløgunum, tá pengakassin er tómur. Nýggjast fintan, sum verður brúkt, er, at feløgini gjalda pengar frammanundan, ein sokallað sign on fee, sum tó ongantíð sæst aftur í roknskapinum hjá feløgunum. Tí skulu sjálvt heiðurlig fólk, sum fara í nevndina í einum fótbóltsfelag í bestu fótbóltsdeildini, vera til reiðar at dálka sær fingrarnar, fyri at fáa virksemið at hanga saman fíggjarliga, sigur Jens Martin Knudsen. Í sínari ævisøgu, Maðurin við topphúgvuni , frá 2012, fortelur Jens Martin Knudsen opið og ærligt um leiklutin, sum svartir pengar hava í føroyskum fótbólti. Og maðurin við topphúgvuni, sum í dag er hjálparvenjari hjá NSÍ, stendur fast við, at svartir pengar, ella aðrar fíggjarligar fintur, framvegis verða brúktir í fótbóltsfeløgunum, tá pengakassin er tómur. Nýggjast fintan, sum verður brúkt, er, at feløgini gjalda pengar frammanundan, ein sokallað sign on fee, sum tó ongantíð sæst aftur í roknskapinum hjá feløgunum. Tí skulu sjálvt heiðurlig fólk, sum fara í nevndina í einum fótbóltsfelag í bestu fótbóltsdeildini, vera til reiðar at dálka sær fingrarnar, fyri at fáa virksemið at hanga saman fíggjarliga, sigur Jens Martin Knudsen. Her kanst tú hoyra eina longri útgávu av samrøðuni við føroysku fótbóltslegenduna enn tann, sum varð brúkt í Breddanum 24. oktober. Skála ítróttarfelag noyðist at repa seglini til komandi ár, tí satsingin hjá felagnum í ár um at kappast við um gyltu evropa kup plássini miseydnaðist. Skála er seinastu tvey árini endað á einum sætta plássi og hevur staðið á gáttini til at koma upp millum tey bestu liðini at kappast. Tí varð bogin spentur fíggjarliga hart í ár, fyri at koma upp millum tey bestu. Skála var minuttir frá at spæla seg í steypafinaluna, og steypavinnarin sleppur eisini at luttaka í evropeiskum fótbólti, men tá avtornaði endaði Skála aftur í ár á sætta plássi. At tað var so illa statt mátti Landsverk ásanna stutt eftir, at tað hevði undirskrivað ein langtíðaravtalu, og bað tí um tilboð upp á eitt spildurnýtt verk, sum hevði kostað helmingin av tí, sum verkið hevur kostað samanlagt í dag. Eitt spildurnýtt verk hevði kostað sjey milliónir krónur minni enn niðurslitna verkið á Sundi, sum í dag ikki kann brúkast. Ein orsøk til meirkostnaðin var at sleppa av við ein kappingarneyta, sambært stjóranum á Landsverki. Men sambært Sigurdi Lamhauge, stjóra á Landsverk, tryggjaði Landsverk sær ikki í keypssáttmálanum, at gomlu eigararnir ikki bara kundu lata eitt nýtt verk upp seinni, og aftur fara í kapping við Landsverk. Tað segði stjórin á Landsverki í Degi og Viku í gjárkvøldið. Síðan keypið hevur Landsverk brúkt meira enn átta milliónir krónur til umvælingar av nú stongda asfaltverkinum, Í dag stendur verkið sostatt í umleið 34 milliónum krónum, ella tvífalt tað, sum eitt nýtt hevði kostað. Beinta Løwe, løgtingskvinna, hevur sett ein fyrispurning á tingi um málið, men hann er ikki svaraður enn. Sambært tølum hjá løgregluni, sum eru í ársfrágreiðingini hjá Ríkisumboðnum fyri 2018, vóru eisini nógv færri herverk fráboðað í fjør enn undanfarin ár. Tað skrivar blaðið, Financial Times. Avgerðin er tikin eftir nógvu mótmælini sum hava verið í Hongkong seinastu tíðina, skrivar blaðið, ið sigur seg hava tíðindini frá keldum í kinesisku umsitingini. Fer kinesiski forsetin, Xi Jinping, at seta ætlanina í verk, so verður nýggjur leiðari í Hongkong tilnevndur í seinasta lagi í mars næsta ár, og skal so sita til skeiðið hjá Lam er úti í 2022. Teir sum verða nevndir í tí sambandi eru Norman Chan og Henry Tang. Chan er fyrrverandi leiðari fyri pengaviðurskiftini í Hongkong, meðan Tang hevur verið ovasti skrivstovumaður í Hongkong, og sum fíggjarleiðari. Mótmælini í Hongkong byrjaðu 9. juni, tá Carrie Lam, kunngjørdi eitt uppskot, sum gav loyvi til at flyta fólk í Hongkong, sum vóru undir illgruna um eitthvørt, til Kina, har tey kunnu koma fyri rættin. Eftir at mótmælini byrjaðu, varð uppskotið tikið aftur, men mótmælini halda fram, og nú krevja mótmælisfólkini broytingar í Hongkong. Mótmælini eru størsta avbjóðingin hjá kinesisku myndugleikunum seinastu 30 árini, skrivar blaðið. Hongkong kom undir aftur kinesiskt ræði í 1997, og kinesiskir embætismenn vilja fáa frið í lag, áðrenn hildið verður fram við tilgongdini so Carrie Lam kann koyrast frá, tí teir vilja ikki geva seg fyri mótmælisfólkunum, siga keldurnar við Financial Times. Ólavur Thomsen, Mikkjal Thomassen, Jákup á Borg, Ronnie Thomassen, Anfinn Nielsen, Georg L. Petersen, Egon Øregaard, Jákup Mørk og Tummas Lervig. Millum hansara kendu sangir eru Summi fólk so fegin ganga , Nú farast allar rósur , Gróður og fleyr og Dømið rætt , sum bólkurin Tollarar og Syndarar gav út fyrr í ár. Ismar var eisini handilsmaður, men í 1941 hendi nakað, sum fekk ávirkan á alt hansara lív. Tá fór hann saman við 250 øðrum føroyingum til Íslands at byggja flogvøll fyri bretska herin. Ávíst ónøgdsemi tók seg tó upp í Islandi um løn og arbeiðsviðurskifti. Ismar duldi ikki fyri at siga sína meining um hetta, men um morgunin 12. juli, 1941, ger hann ov nógv av og verður skuldsettur fyri at leggja hond á ein álitismann. Ákæran er somikið álvarsom, at Ismar verður burturvístur og hildin sum krígsfangi í London í 3 mánaðir. Meðan Ismar er í London, gerst hann sjúkur og endar á St. James Hospital í London. Her er tað, at hann fær sína andaliga sannføring, sum merkti hann alt lívið. Egon Øregaard kendi Ismar, og hann hevur bæði lisið um tilburðin og sjálvur hoyrt Ismar greiða frá um upplivingarnar undir krígnum. Í morgunsendingini greiðir Egon frá um Ismar bæði um hendingina omanfyri og um hansara virkna leiklut í heimbygdini. Í samband við at 100 ár eru liðin, síðani Ismar Joensen varð borin í heim, gevur forlagið Leirkerið forvitnisliga bók út. Bókin eitur Í skrift og talu Ismar Joensen 100 ár. Í sambandi við at sáttmálasamráðingarnar á almenna arbeiðsmarknaðinum var á breddanum í Nón týsdagin, vitjaði búskaparfrøðingurin Johnny í Grótinum í útvarpsstovuni. Útróður er lønsamur vinnuvegur, men skalt tú liva av at rógva út, so mást tú vera til reiðar at ofra vanliga gerandisdagin, sum fólk taka sum eina sjálvfylgju í dag. Tað sigur 30 ára gamli Per Hansen av Glyvrum, sum síðsta árið hevur róð út burturav við bátinum Kongasteini. Spurningurin, sum nógv seta sær, er, um Per Hansen er partur av síðsta ættarliðnum av útróðrarmonnum, tí útróður, sum vinnuvegur, er við at doyggja út Ella um Per Hansen er tann fyrsti av einum nýggjum ættarliði av útróðrarmonnum, nú tað frættist, at fleiri velja at rógva út, nú fiskiskapurin er góður Tað var ikki í lagi, at Tórshavnar kommuna burturvísti ein heilsurøktara úr starvi, fyri at hon meðan hon var sjúkraskrivað fór á eitt skeið og í dans. Tað staðfestir Løgtingsins umboðsmaður í niðurstøðu av málinum. Tað er Heilsurøktarafelag Føroya, sum vegna ein lim hevur kært málið til Løgtingsins umboðsmann, tí avgerðin og handfaringin hjá kommununi av málinum var ósaklig og er ikki í røttum lutfalli. Rakul í Gerðinum, forkvinna í Heilsurøktarafelag Føroya, heldur, at ósakligar burturvísingar kunnu fáa røktarstarvsfólk at kenna seg ótrygg. Rakul í Gerðinum leggur aftrat, at Heilsurøktarafelagið væntar, at Tórshavnar kommuna fylgir niðurstøðuni hjá løgtingsins umboðsmanni, og tí kann væntast, at burturvísingin verður ógildað. Kvinna er farið at brúka handilsfrymilin, har handilsfyritøkur kunnu keypa sær umrøðu í blaðnum. Men spurningurin er um tað verður nóg væl merkt, at talan er um lýsing. Brúkaraumboðið sigur, at tað skal standa týðiligt, tá gjald er millum blað og innihald í eini grein. Kann umrøða í miðlunum fáa landsstýrismannin at kroysta sjúkrahúsleiðsluna at broyta eina avgerð Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður sigur nei. Trý ungfólk siga sína hugsan um miðlavanar og hvussu nógv tey lurta eftir útvarpinum. Heri Simonsen hevur av sínum eintingum savnað og lagt næstan 100 gomul filmsbrot út á Youtube. Gestir Tóra Effersøe Mortensen, blaðstjóri á Kvinnu og Árni Gregersen, journalistur í Miðlahúsinum um samanbland av lýsingum og journalistikki. Kaj Leo Holm Johannesen um málsviðgerð í heilsuverkinum. Heri Simonsen um gomul filmbrot, sum hann hevur savnað, talgilt og lagt á Youtube tøkt hjá øllum. Nógvir tankir eru handan verkini hjá marglistarmanninum Øssur Johannesen, sum hevur listaframsýning í Listabústaðnum í Tjørnuvík 25. til 27. oktober frá klokkan 16 til 20. Í frásøgnini hoyra vit eisini brot úr løgunum Øssur og Hans Karl DUO, Veronica, Firefly, Amagerbrogade, og Tú alfagra land mítt, ið øll eru at finna á nýggjastu fløguni frá Øssur Johannesen ein tvífløga, ið eitur Solobass free expressions . Her kanst tú hoyra samrøðuna, ið vit gjørdu við Øssur Johannesen í Tjørnuvík Vøkstur, trø og plantur hava verið størsti íblásturin seinastu tíðina, sigur Edith Mørkøre, sum fram til 5. november hevur listaframsýning í Ribarhúsi. Eisini árstíðirnar teljast millum tað, sum gevur Edith íblástur. Tú kanst hoyra samrøðuna her Jóhannes Andreasen, tónleikari, tónleikalærari og limur í dómsnevndini, útgreinar tey 13, sum eru í uppskoti til Tónlistavirðislønir Norðurlandaráðsins, samstundis sum vit eisini hoyra brot við øllum teimum, ið eru í uppskoti. Og hesi trettan eru í uppskoti til Tónlistavirðislønir Norðurlandaráðsins Johanna Gr ssner Áland Christina strand Danmark Danish String Quartet Danmark Kreeta Maria Kentala Finnland Sv ng Finnland Rúni Brattaberg Føroyar Da Bartali Crew Grønland Gyða Valtýsdóttir Ísland Sæunn Thorsteinsdóttir Ísland Elias Akselsen Noreg Grete Petersen Noreg Bengt Forsberg Svøríki Joakim Milder Svøríki Tú kanst hoyra frásøgnina her Vit vilja fegin bjóða tær eina fríska og øðrvísi tónleikabuff t, har tú kanst velja millum kekkað elektro, old school hip hop ella ganska gemenan fólkatónleik. Tað sigur Eyðun Mørkøre, stjóri hjá TAKS, eftir at Jens Martin Knudsen, fyrrverandi landsliðsspælari, í gjár segði, at svartir peningur, sum ikki verður givin upp til skatting, framvegis spælir ein leiklut í føroyskum fótbólti. P f Desin, sum hoyrir til samtakið Varðan í Syðrugøtu, hevur selt Høgaklett eitt felag í Noregi fyri tríggjar milliónir og 750.000 krónur. Tilbúgvingin er á hægsta stigi í Kalifornia eftir nógva turkin og eftir harða Santa Ana vindin, sum kemur millum fjøllini í Suðurkalifornia. Vindurin kemur lættliga upp í 18 metrar um sekundið, hann er lýggjur og turrur, og tí er vindurin hættisligur, tá ið skógareldar herja. Um vikuskiftið skipa bólkurin Deiggj og Gjáargarður fyri tiltaki við Gjógv. Talan er um konsert í bygdarhúsinum við tónleiki hjá Uriah Heep umframt mat á Gjáargarði. Tiltakið ber heitið Easy Livin , sum annars er heitið á einum sangi hjá Uriah Heep. Lagt verður upp til lættan levnað og hugna í fjarskotnu bygdini. Hetta er fjórðu ferð, tiltakið verður hildið, og tað serliga í ár er, at 50 ár eru liðin, síðani Uriah Heep varð stovnaður. Sum nakað forkunnugt hevur Deiggj fingið fyrsta bassistin í Uriah Heep, Paul Newton, at koma til Føroya at spæla við sær. Paul Newton spældi við á trimum teimum fyrstu útgávunum hjá Uriah Heep, til hann varð avloystur av Gary Thain, tá bólkurin skuldi í upptøkuhøli at taka upp tónleikin til útgávuna Demons og Wizards. Vikuskiftissendingin var á gátt hjá Fróða Vestergaard í Villumsgøtu í Havn, har limirnir í Deiggj vóru savnaðir, áðrenn teir løgdu leiðina til Gjáar. Tveir persónar við týskum og rumenskum uppruna eru skuldsettir fyri at hava smuglað 43 kilo av rúsevnum til Íslands við Norrønu. Tað skrivar in.fo í dag við RUV sum keldur. Tað var 1. august, at teir báðir skuldsettu royndi at smugla 38 kilo av amfetamini og fimm kilo av kokaini við Norrønu. Teir høvdu fingið hendur á rúsevnini í Týsklandi, og fjalt tey í viðførisrúminum í einum bili. Tveir persónar við týskum og rumenskum uppruna eru skuldsettir fyri at hava smuglað 43 kilo av rúsevnum til Íslands við Norrønu. Tað skrivar in.fo í dag við RUV sum keldur. Tað var 1. august, at teir báðir skuldsettu royndi at smugla 38 kilo av amfetamini og fimm kilo av kokaini við Norrønu. Teir høvdu fingið hendur á rúsevnini í Týsklandi, og fjalt tey í viðførisrúminum í einum bili. Tveir persónar við týskum og rumenskum uppruna eru skuldsettir fyri at hava smuglað 43 kilo av rúsevnum til Íslands við Norrønu. Tað skrivar in.fo í dag við RUV sum keldur. Tað var 1. august, at teir báðir skuldsettu royndi at smugla 38 kilo av amfetamini og fimm kilo av kokaini við Norrønu. Teir høvdu fingið hendur á rúsevnini í Týsklandi, og fjalt tey í viðførisrúminum í einum bili. Tveir persónar við týskum og rumenskum uppruna eru skuldsettir fyri at hava smuglað 43 kilo av rúsevnum til Íslands við Norrønu. Tað skrivar in.fo í dag við RUV sum keldur. Tað var 1. august, at teir báðir skuldsettu royndi at smugla 38 kilo av amfetamini og fimm kilo av kokaini við Norrønu. Teir høvdu fingið hendur á rúsevnini í Týsklandi, og fjalt tey í viðførisrúminum í einum bili. Tveir persónar við týskum og rumenskum uppruna eru skuldsettir fyri at hava smuglað 43 kilo av rúsevnum við Norrønu. Tað skrivar in.fo við RUV sum keldur. Tað var 1. august í ár, at teir báðir royndu at smugla 38 kilo av amfetamini og fimm kilo av kokaini við Norrønu. Teir høvdu fingið hendur á rúsevnini í Týsklandi, og vórðu rúsevnini goymd í viðførisrúminum í einum bili. Kundarnir hjá tryggingarfelagnum LÍV rindaðu 161,4 milliónir krónur inn í felagið til eftirlønir og tryggingar fyrra hálvár í ár og tað er sambært felagnum met. Sama tíðarskeið, tað vil siga fyrstu seks mánaðirnar í ár, rindaði LÍV samtakið góðar 112 milliónir krónur út til eftirlønir og tryggingar. Meðan 2018 var eitt vánaligt ár á fíggjarmarknaðinum, hevur gongdin verið jalig fyrra hálvár í ár, har allir íløgubólkar hava givið íkast til avkastið. Serliga eru tað partabrøvini, sum eru hækkaði nógv í 2019. Fyrstu seks mánaðirnar í ár var íløgu avkastið hjá samtakinum tilsamans 213 milliónir krónur, upplýsir felagið í tíðindaskrivi um hálvársroknskapin. Tað halda føroysku umboðini í Útnorðurráðnum og uppskotið varð eisini einmælt samtykt á ársfundinum hjá Útnorðurráðnum, sum var hildin í Nuuk í vikuni. Onnur evni, sum vórðu tikin upp, vóru millum annað, samstarv á fiskivinnuøkinum, plastdálking í havinum og lættari møguleika hjá ungum fólki at ferðast millum londini í útnorði. Harumframt varð ein menningarætlan fyri Føroyar, Grønland, Ísland og vesturstrondina av Noregi NAUST umrødd. Útnorðurráðið er parlamentariskt samstarv millum Ísland, Grønland og Føroyar. Seks tinglimir úr hvørjum landi vóru við á ársfundinum í Nuuk. Úr Føroyum vóru løgtingsfólkini Henrik Old, Edva Jacobsen, Heðin Zachariasen, Steffan Klein Poulsen, Kristina Háfoss og Ruth Vang. Í dag vænta tey nógv fólk í Gundadali, tá ið B36 og KÍ hittast til FM finaluna í bestu mansdeildini. Jákup Mørk, formaður í B36 sigur við útvarpið, at mangt bendir á, at tað verða okkurt um 5000 fólk, sum hittast í Gundadali í dag. Jákup Mørk greiðir frá, at atgongumerki hava verið seld eitt nú í Klaksvík, og har vórðu øll atgongumerkini seld eftir stuttari løtu. B36 hevur fingið samarittar og eyka trygdarfólk til dystin í dag, og heitir hann á fólk um at vísa vit og skil til dystin. Reglugerðir eru settar í verk fyri, hvussu áskoðarar skulu bera seg at, tá ið tey skulu inn til dystin. B36 skrivar á heimasíðuni, at felagið hevur í samráð við Tórshavnar kommunu gjørt av at skipa stadionøkið betur enn vanligt. Á kortinum omanfyri ber til at síggja, hvørji øki eru sett av til hvørjar fjepparar og hvørjar inngongdir kunnu nýtast í dag. Samstundis eru ávísar inngongdir til áskoðarar, sum hava keypt atgongumerki í forsølu. Samstundis boða bæði feløgini frá, at trygdin má ikki koma í vanda orsaka av royki ella fýrverki, og tí verður heitt á áskoðararnar, um at ikki nýta roykbluss ella fýrverk undir dystinum. Eftir dystin ber til at skjóta fýrverk á frámerktum øki. Tað er klokkan 15.00 í dag, at dysturin millum B36 og KÍ byrjar. Útvarpið hjá Kringvarpinum byrjar at senda fótbólt eftir tíðindini klokkan 12.20. Útvarpið hjá Kringvarpinum hevur reportarar umborð á einum av fýra bussum, sum eru ávegis úr Klaksvík til Havnar til dystin, sum byrjar klokkan 15.00 í dag. Rói Clementesen, ein av fyriskiparunum, sigur við Mariu Ziskason í Kringvarpinum, at klaksvíkingar hava spílað seg út til dystin í dag, og nógv atgongumerki hava verið seld undan dystinum. Rói Clementsen vónar og væntar, at KÍ fer avstað við sigrinum, og hann sigur, at hann vónar ein 3 1 sigur í dag. Í B36 vóna tey sum vera man eisini at vinna. Hannis Egholm sigur við útvarpið, at tey vóna ein sigur í dag, og at tey vænta spenning til seinasta minutt. Tey eru til reiðar at taka ímóti gestunum úr Klaksvík í B36 húsinum. Tað sigur Heidi Lava Elgeirsdóttir, reportari hjá útvarpinum, sum er stødd í hølunum hjá B36, har upptakt er á skránni. Pól Sundskarð kom á vitjan til ein kaffiduss í Leygardagssendingini. Hann fekk sær ein kaffimunn og tosa var um leyst og fast. Pól rennur nógv og gongur túrar í fjøllunum og hevur verið á øllum fjallatoppum í Føroyum. Hann hevur eisini runnið fleiri marathon og gjørt onkrar villar túrar. Tosa var eisini um hvussu tað heila byrjaði og at hann plagdi at spæla við besta liðnum hjá KÍ. Páll Oddur Rubeksen vitjar í Leygardagssendingini og við sær hevur hann tvær søgur. Onnur er sonn og í hinari pellar hann. Nær sigur hann satt og nær pellar hann Tað er stóri spurningurin. Seinastu mongu árini hevur verið stórt trot á kommunulæknum, og læknaviðtalurnar vórðu í storan mun mannaðar við skiftandi avloysarum. Men nú er støðan broytt, og í dag eru 28 kommunulæknar í føstum starvi, meðan bara seks størv eru mannað við avloysarum. Eitt kommunulæknastarv er leyst at søkja í Tórshavn, eitt í Klaksvík, tvey á Skálafjørðinum og tvey í Suðuroynni. Ein orsøk til góðu gongdina er, at fleiri nýútbúnir kommunulæknar flyta heim og hava søkt og fingið størvini, sigur Egil á Bø, stjóri í Heilsutrygd. Í fjør undirskrivaði Kommunulæknafelagið eina nýggja lønaravtalu við Fíggjarmálaráðið, sum gav kommunulæknunum eina munandi lønarhækkan. Eisini tann støðan hevur helst sína ávirkan á gongdina, metir Egil á Bø. Spurningarnir snúgva seg um baktalan á arbeiðsplássinum, privatar útreiðslur í samband við felagskonto, um makað, ið roykir í loyndum og um durasølu av jólakalendarum. KÍ og B36 viðhaldsfólkini eru til reiðar til ársins finaludyst í bestu mansdeildini. Myndirnar av KÍ fjepparum hava Solby Christiansdóttir, Heidi Lava Elgeirsdóttir og Maria Ziskason tikið. Útvarpið hjá Kringvarpinum sendir beinleiðis upptakt áðrenn dystin, har reportararnir hjá útvarpinum tosa við áskoðarar og viðhaldsfólk hjá báðum liðum. Dysturin byrjar klokkan 15.00. 31. mars í ár settu vit klokkuna til summartíð, og í nátt seta vit klokkuna til vetrartíð. Tað merkir, at tá ið klokkan verður 03.00, so skal hon flytast til klokkan 02.00. Hevur tú eina snildtelefon, kanst tú trygt hava álit á, at hon fer í vetrartíð automatiskt. Verri er tó, um tú vanliga brúkar klassiska vekjaran um morgnarnar. ES hevur tikið støðu til at sleppa siðinum við, at skift verður millum summar og vetrartíð. Kortini stendur tað framvegis hvørjum landi frítt, um tey vilja halda fast í skiftinum millum árstíðirnar. Framvegis vantar tó ein endalig avgerð í ministararáðnum hjá ES, skrivar DR. Nevndin hjá ES, sum hevur arbeitt við hesum máli mælir til, at hvørt land sær tekur avgerð um tíðina, einasta kravið er, at broytingin ikki skal ávirka innara marknaðin. Ein kanning, sum varð gjør av ES í vetur í fjør vísti greitt, at milliónir av fólkum í ES, ikki vilja skifta ímillum vetrartíð og summartíð. Tað vóru Eysturríki og Týskland, sum fyrst lýstu summartíð í 1916. Tað var fyri at spara orku, tí fyrri heimsbardagi leikaði sum harðast, og tí var lítið av olju at fáa. Seinni tóku fleiri onnur lond í Evropa undir við summartíð, men ikki fyrr enn í 1980 kom skipanin í eina fasta legu í Danmark. Fleiri túsund fólk hava verið savnað í Gundadali í Havn í dag, til ársins finaludyst millum KÍ og B36. Bert fáar minuttir inn í dystin gjørdist tað tó greitt, hvønn veg tað bar. Tí KÍ legði seg á odda við tveimum málum og í seinna hálvleiki eydnaðist KÍ at økja til 3 0, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið. Fyrr í dag segði Jákup Mørk, formaður í B36, at hann væntaði 5000 fólk í Gundadali í dag. Júst hvussu nógv fólk komu saman er enn ikki greitt, men givið er, at Gundadalur varð fullsettur til finalubrakið. Ein harmonkusamanstoytur var omanfyri Syðrugøtu í gjár, har fýra bilar vóru uppi í. Óhappið komst av, at fremsti bilurin bremsaði, men av tí at bilarnir aftanfyri ikki hildu kravdu frástøðuna rendu allir saman. Hesir kunnu allir vænta sær eina bót fyri ikki hava hildið frástøðuna, sambært løgregluni. Eingin fólkaskaði hendi Annars var sera friðarligt í gjár. Í Havn vóru nøkur brot á politiviðtøkurnar, tá fólk ikki dugdu at uppføra seg og vóru ólátaði við løgregluna. Í Klaksvík hjálpti løgreglan einum avdotnum manin á sjúkrahúsið, og tað kundi enda galið. Tað var rættiliga kalt í nátt, og kropshitin á avdotna manninum var komin heilt niður á 34 stig tá hann kom á sjúkrahúsið, sigur tey á løgreglustøðini. Tað er nógv sum bendir á, at IS leiðarin, Abu Bakr al Baghdadi, hevur latið lív undir einum amerikanskum álopi í útnyrðingspartinum av Sýria. Tað skriva BBC og fleiri aðrir stórir útlendskir miðlar á sínum heimasíðum í morgun. Tíðindini eru tó ikki váttaði enn, tí ein dna roynd skal geva endaliga prógvið um, at tað veruliga er IS leiðarin, sum hevur latið lív undir amerikanska álopinum. Hetta er ikki fyrstu ferð at tíðindi berast um, at Abu Bakr al Baghdadi er deyður, men hvørja ferð hevur tað vísti seg ikki at passa. Hesaferð eru tað tó bæði kurdiskar, iranskar og amerikanska keldur sum vilja vera við, at IS leiðarin er deyður. Tíðindini vilja vera við, at IS leiðarin var á veg úr Idlib landslutinum tvørtur um turkiska markið við familjuni, tá álopið varð framt. Somu tíðindi vilja vera við, at Abu Bakr al Baghdadi gjørdi enda á sær sjálvum við eini sjálvmorðbumbu, tá hann ikki sá nakran annan hátt at sleppa undan amerikanska álopinum. Amerikanarar lupu á við tyrlum, stríðsflogførum, dronum og herdeildum. Amerikanski forsetin, Donald Trump, sendi eini boð á Twitter í nátt um, at nakað stórt var hent, og at hann fer at koma við eini fráboðan klokkan eitt í dag. Í viðmerkingunum til lógaruppskotið stendur, at endamálið er at fáa eina áseting í lógina um apoteksverkið og heilivág, soleiðis at tann til eina og hvørja tíð í Danmark galdandi útgáva av Danske Lægemiddelstandarder, er at skilja sum føroysk heilivágsskrá . Víst verður á, at talan er um eina broyting, sum er neyðug at gera skjótast gjørligt. Broytingin kemur í staðin fyri kunngerðir, sum verða lýstar og koma í gildi í Føroyum, hvørjaferð danska heilivágsskráin verður dagførd. Lógartænastan í Tinganesi og Heilsumálaráðið eru samd um, at besta loysnin er at fáa eina áseting í sjálva lógina. Lógaruppskotið er sum nevnt sent til hoyringar, og freistin at svara er 22. november. Sálmar 235 Halgi Andi, kom tú inn 332 Títt orð er, Guð, várt arvagóðs 371 O, miskunnsami, mildi Guð 380 Guðs lambið sjá 385 Eg hjartans tøkk nú beri tær 411 Bønin er mín himmalstigi Patrick Conway de Neergaard prestur prædikaði, Karmald Djurhuus var deknur, við orglið sat Martin Restorff Jacobsen og klokkari var Flemming Stenberg. Tøkningur í kirkjuni var Bjarni Johansen. IS leiðarin, Abu Bakr al Baghdadi, hevur latið lív undir einum amerikanskum álopi í útnyrðingspartinum av Sýria. Tað boðaði amerikanski forsetin, Donald Trump frá fyri løtu síðan Hetta er ikki fyrstu ferð at tíðindi berast um, at Abu Bakr al Baghdadi er deyður, men hvørja ferð hevur tað vísti seg ikki at passa. IS leiðarin var á veg úr Idlib landslutinum tvørtur um turkiska markið við familjuni, tá álopið varð framt. Donald Trump segði í síni fráboðan, at Abu Bakr al Baghdadi gjørdi enda á sær sjálvum við eini sjálvmorðsbumbu, tá hann ikki sá nakran annan hátt at sleppa undan amerikanska álopinum. Amerikanarar lupu á við tyrlum, stríðsflogførum, dronum og herdeildum. IS leiðarin gjørdist kendur í 2014, tá hann boðaði frá, at islamska kalifatið varð sett á stovn. Tað var eftir, at IS deildir høvdu tikið ræðið á sýriska býnum Raqqa og irakiska býnum Mosul. Hetta elvdi til eitt stórt hernaðarligt átak at niðurberja IS, og í dag hevur felagsskapurin mist ræðið á øllum týðandi økjum í Sýria og Irak. Amerikanski forsetin, Donald Trump, sendi eini boð á Twitter í nátt um, at nakað stórt var hent, og at hann fór at koma við eini fráboðan klokkan eitt í dag. Og nú váttaði hann tíðindini um, at IS leiðarin lat lív undir amerikanska álopinum í nátt. Skipaflotin er nógv tann mest dálkandi í føroyska co2 roknskapinum, men hetta er ikki nakað eindømi. Skipaferðslan yvirhøvur dálkar serstakliga illa, men heimsins størsta reiðarí, Mærsk Line, hevur sett sær fyri at vera co2 neutralt í 2050. Danska reiðaríið er farið undir fyrireikingarnar, og í samrøðu við danska blaðið Berlingske Tidende sigur umhvørvisstjórin hjá felagnum, John Kornerup Bang, at Mærsk nú hevur valt trý sløg av brennievni, sum tey vænta kunnu avloysa oljuna. Fleiri sløg eru kannaði og vrakaði, millum annað vetni. Tey trý brennievnini felagið hevur valt at satsa upp á eru ethanol, biogass og ammoniak. Við jøvnum millumbilum skipar kongshúsið fyri eini konsert í Slotskirkjuni á Fredensborg og døgurða aftaná. Fyrr hevur umhvørvi, matvøruframleiðsla, heilsuverk, ferðavinna og annað tílík verið í fokus men hesaferð verður tað ríkisfelagsskapurin, sum er í fokus. Viftan av gestunum er breið og úr Føroyum eru umboð fyri landsstýri, løgting, føroyskt vinnlív, mentanarlív og felagsskapir sum gera sjálvboðið arbeið,i boðin við. Sonni Johnsson er sannførdur um, at brúk er fyri umfatandi bygnaðarligum broytingum, um góðskan á læraraútbúgvingini skal betrast. Erla Olsen, dekanur á Námsvísindadeildini, vil ikki gera viðmerking til málið í dag, men vísir á, at arbeitt verður við einum svari uppá atfinningarnar. Fyrr í mánaðinum skrivaðu Føroyar, ES og Noreg undir eina makrelavtalu, og at mest loyvda veiða skuldi vera 922 túsund tons í 2020, harav tann føroyski parturin er 116 túsund tons. Men nú gera grønlendingar vart við sína ónøgd, tí teir meta seg ikki hava fingið nakað yvirhøvur, tá Grønland ikki hevur skrivað undir nakra avtalu. Grønland hevur jú einki fingið, tí vit eru ikki partur av avtaluni. Man kann ikki siga, at teir hava givið okkum nakað, men hinvegin hava Føroyar, ES og Noreg bara býtt rovið millum sín, sigur Henrik Leth, nevndarformaður í Polar Seafood, við blaðið Sermitsiaq. Fiskiskapurin eftir makreli í grønlendskum sjógvi hevur tó ikki verið serliga góður í ár. Av kvotuni upp á 70 túsund tons, sum Grønland gav sær sjálvum, hava skipini bara fiskað á leið 30.000 tons. Av hesum fiskaðu skipini bara millum 6 og 7 túsund tons í grønlendskum sjógv. Við Sermitsiaq sigur Henrik Leth, at hann vónar at grønlendska tingið aftur í ár samtykkir eina kvotu fyri komandi ár, sum skipini kunnu fiska í egnum og altjóða sjógvi. Í Eysturskúlanum eru tey sera virkin í næmingaráðnum. Hvønn týdning hevur næmingaráðið Hvørjar broytingar skulu fremjast Vit hoyra næmingar úr 4. 5. og 6.flokki greiða frá. Eisini Signar í Homrum, Lena Andersen og Niclas Johannesen vóru við í lag og tekstsmíðnum. 4 5000 eintøk vórðu seld av The Right Way. Talan er um eina ritgerð, har hon hevur kannað fýra børn, sum hava annaðhvørt teilendska ella filipinska mammu og føroyskan pápa, og teirra málmenning og førleikar. Tað er ógvuliga ymiskt, hvussu børnini eru fyri, og av tí at hetta er ein kvalitativ kanning, mugu fleiri aðrar kanningar gerast, áðrenn tað ber til at koma til eina endaliga niðurstøðu, men rákini eru týðulig, sigur Helena Kannuberg. Uttan mun til um foreldur, ið ikki liva saman, hava nógvar ósemjur, ella um samstarvið millum foreldrini er gott, kunnu børn teirra hava nógvar spurningar og kenslur, ið tey kanska ikki tosa um í gerandisdegnum. Í hvørjum samrøðubólki eru tvey vaksin, ið leiða bólkarnar, taka ymisk viðkomandi evni upp og hjálpa børnunum at finna ítøkilig amboð til at handfara tankar, kenslur og avbjóðingar. Tað eru børnini, ið tosa saman, meðan uppgávan hjá bólkaleiðaranum er at seta karmar um prátini, til dømis við spølum ella venjingum, umframt at leiða gongdina og kveikja børnini til virkna luttøku. Tað er ikki treyt fyri luttøku, at foreldrini hava verið í sambandi við Familjufyrisitingina ella hava eitt mál í Familjufyrisitingini. Siv Skarstein, granskari á OlsoMet, hevur skrivað doktararitgerð um ungdóm og pínulinnandi, og hevur nú ábyrgdina fyri hesum økinum í stóru UngData kanningini. UngData kanningin er hin størsta um vanar hjá 304.000 tannáringum í Noregi, eisini um nýtslu av heilivági. Í kanningini upplýstu 20 prosent av tannáringunum, at tey brúka pínulinnandi heilivág eina ella fleiri ferðir um vikuna, og 10 prosent brúka tað hvønn dag, sigur Skarstein. Tey skulu síggja gott út og tey skulu klára alt. Og hendan væntanin setur seg í kroppin, sigur Skarstein, sum hevur havt samrøður við ung. Kanningin er eisini býtt út á kommunur, og í nøkrum kommunum hevur triðji hvør tannáringur svarað, at hann hevur tikið sera nógvan pínulinnandi heilivág, eitt nú Paracetamol. Tað hevur nakað at gera við, at tað virkar, og so er bara at halda fram við tí, tí vit vita, at tað hjálpir at brúka pínulinnandi, sigur Susanne Selmer, næmingur í Sand Kommune, sum TV2 hevur tosað við. Steinar Madsen, leiðari í norska apoteksverkinum, sigur, at ovurnýtslan av pínulinnandi hjá ungum fólki kann geva sálarlig og likamlig hjáárin. Tekur tú eina paracetamol hvønn dag, hevur tað kanska onga ávirkan. Men brúkar tú meira, kann tað fáa álvarslig hjáárin, tí tú kanst eisini gerast bundin av til dømis paracetamoli. Og fólk kunnu eisini fáa høvuðpínu av ov nógvum pínulinnandi heilivági. Vit liva í einum kappingarsamfelagi. Og tað er greitt, at ungfólk eru bangin fyri at gerast eftirbátur, ikki at klára seg nógv væl til royndina, og tey eru eisini bangin fyri at fáa ilt í búkin. Og tá er tað, at nøkur tíverri detta niður í millum, tí tey kanska ikki hava fingið tann stuðulin, sum tey hava brúk fyri heiman í frá, sigur Steinar Madsen, við norska tv2. Oddbjørn Joensen og Tróndur Arge taka saman um júst lidnu kappingina. Eisini práta vit við Mikkjal Thomasen og Jákup á Borg um finaluna farna leygardag. Lis Ternustein, Marjun Brockie, Tórheðin í Dali, Janni Hede í Dali, Joan Midjord Sivertsen, Kathleen Poulsen, Julia Ranadóttir Nolsøe, Anna Kristina Jensen, Bjørt Jansdóttir, Jógvan Mørkøre, Tóki Mørkøre, Tóra á Løgmansbø Bláhamar, Bjørk Berg Wiggins, Sigrun Mohr, Elin Lindenskov. Einasta liðið hoyvíkskvinnur manglaðu at spæla ímóti vóru greipuvinnararnir frá í fjør, Kyndil. Liðini hittust í Hoyvíkshøllini í gjár, og hesuferð gjørdist bitin ov stórur hjá unga H71 liðnum. Stutt áðrenn frágreiðingin skuldi sendast, gav stjórin, Ewald Kjølbro, boð um, at støðan á Asfaltverkinum á Sundi skuldi takast úr lýsingini hon vísti annars, at tørvur var á 14 milliónum, um verkið skuldi koyra nøktandi. Tróndur Niclasen heldur, at skal ferðavinnan í Føroyum yvirliva, er tætt samstarv millum myndugleikarnir og lokal fólkið alneyðugt. Stóri munurin stavar frá inntøkunum, sum BankNordik fekk í fjør, tá hann seldi høvuðssætið í Havn. Úrslitið higartil í ár er góðar 200 milliónir fyri skatt. Somu tíð í fjør var úrslitið 286 milliónir krónur. Økt virksemi, afturførdar niðurskrivingar og lág renta seta dám á roknskapin hjá BankNordik í triðja ársfjórðingi. Árni Ellefsen, forstjóri, sigur, at hóast marknaðarumtøðurnar og lága rentan eru ein avbjóðing at reka bankavirksemi, eru tey nøgd við úrslitið. Einki røkist fyri, at rentan fer at broytast, og fyri at viga upp ímóti útreiðslunum, sum standast av negativu rentunum, hevur BankNordik lækkað allar innlánsrentur, og hjá vinnukundan er rentan negativ. Teir noyðast tí at gjalda fyri innistandandi. Bankin væntar, at úrslitið í ár verður millum 170 og 210 milliónir krónur. BankNordik fer í næstum at lata nýggja deild á Biskupstorginum í Klaksvík. So væl egnað, at arkitektar nú verða bidnir um at siga býráðnum, hvussu økið skal skipast. Tórshavnar býráð fer at viðgera Stórutjørn í annaðkvøld. Tekniski stjórin og leiðarin á Býarskipanardeildini hjá Tórshavnar kommunu mæla til, at økið við Stórutjørn verður boðið út sum arkitektakapping. Mælt verður eisini til at játta eina millión krónur til vinnarar, dómsnevnd og til uttanhýsis ráðgeving í sambandi við kappingina. Í seinna tímanum spæli eg tríggjar sangir við fýra ymiskum bólkum, Editors, Elbow, Rival Sons og Big Thief bara tveir komu við, tíverri Eitt ólógligt altjóða net er uppi í málinum um tey 39 fólkini, sum vórðu funnin deyð í einum lastbili har suðuri í Onglandi fyri umleið einari viku síðani. Tað kom fram, tá maðurin, sum koyrdi lastbilin, varð avhoyrdur í grundlógaravhoyring í gjár. Hann er varðhaldsfongslaður í fýra vikur. 25 ára gamli bilførarin er skuldsettur fyri óviljað manndráp í 39 førum, menniskjahandil og hvítvask. Ákærin segði í rættinum, at málið umfatar eitt kervi, sum flytur eitt stórt tal av tilfytarum til Bretlands. Aftrat bilføraranum eru fýra fólk tikin í málinum, men løgreglan leitar enn eftir øðrum, sum eru undir illgruna, segði ákærin. Tað er ikki greitt, hvat løgreglan byggir illgrunan á. Men bæði løgreglan og marknavørðir hava seinastu árini staðfest, at kølibingjur verða brúktar til mannasmugling, vísir ein kanning, sum varð kunngjørd fyrr í ár. Bilførarin fór eftir lastbilinum á havnarlagnum í býnum Purfleet uttan fyri London mikumorgunin. Lastbilurin var komin til Onglands úr Belgia. Ógreitt er, hvar lastbilurin hevur verið, áðrenn hann kom til Belgia, og nær tey 39 fólkini doyðu. Í fyrstu syftu varð hildið, at líkini vóru av kinesarum. Men síðani hava fleiri vjetnamesiskar familjur vent sær til bretsku løgregluna og boðað frá, at skyldfólk hjá teimum helst eisini eru millum tey deyðu. Nú royna myndugleikarnir at eyðmerkja tey deyðu. Tað er í samband við at Landsjúrkahúsið varpar ljós á, at tað í dag eru 50 ár síðani at psykiatriin kom til Føroya. Hetta var tá Statshospitalið úti á Eiragarði lat upp tann 29. oktober í 1969. Ráðstevna verður í Smæruni, har ymiskar framløgur vera, sum hava við psykiatri at gera. Millum annað verður kendi sjónvarpsvertur, Henrik Dahl, ein av gestarøðarunum. Heitið á hansara fyrilestri er Idiot . Í fyrilestrinum greiðir hann frá sínum upplivingum og hevur eisini góð ráð til sjúklingar og avvarðandi, sum koma í samband við psykiatri. Eitt nýtt samstarv millum Klippfisk, Kringvarp Føroya og Tórshavnar kvøldskúla, ger tað møguligt hjá ungum fólkum at fáa frálæru í at gera heimildarfilm. Næmingarnir sleppa at royna seg innan ymsu frásøguhættinum við at filma og klippa. Royndir vegleiðarar halda fyrilestrar og eftirmeta og kjakast um avrikini saman við næmingunum. Pláss er fyri 10 12 fólkum í aldursbólkinum 14 25 ár. Undirvíst verður 10 mikudagar og 5 leygardagar frá 8. januar. Tilmelding fer fram á kvoldskulin.fo og freistin at søkja er 3. november Felagið hevur í rúma tíð arbeitt við at virka svartkjaft, og tí kemur menningarkvotan væl við, sigur stjórin í felagnum, Alex N. Vilhelm. Asfaltverkið á Sundi, sum higartil hevur kostað Landsverki góðar 33 milliónir krónur, fer at kosta í minsta lagi 14 milliónir krónur afturat í bráðfeingis umvælingum. Tað vísti ein samlað støðulýsing, sum Ewald Kjølbro, táverandi stjóri í Landsverki, fekk fáar mánaðir fyri, at Landsverk endaliga keypti verkið. Orsøkin er, sambært fyrrverandi stjóranum, at Asfaltverkið á Sundi er eitt vanligt leigumál, og tí er óviðkomandi fyri samlaðu støðulýsingina Uppskotið um byggisamtykt hevur verið til hoyringar. Mótmælt varð, at 96 íbúðir skuldu byggjast. Nú er so avrátt at byggja tvær hæddir í staðin fyri tríggjar við 48 íbúðum. Henda broytingin hevur við sær, at serstøk byggisamtykt ikki er neyðug. Býráðið í Tórshavnar kommunu fer í annaðkvøld at viðgera, um uppskotið um serstaka byggisamtykt skal takast aftur. Býráðið skal eisini taka støðu til ein annan part av ætlanini. Felagið, sum ætlaði at byggja 96 íbúðir undir Kongavarða, men bara sleppur at byggja 48, vil so sleppa at byggja 48 íbúðir aðrastaðni. Tí vil felagið hava makaskifti við kommununa, so hon fær 3.800 fermetrar undir Kongavarða aftur fyri 6.700 fermetrar aðrastaðni.Tórshavnar kommuna eigur 6.700 fermetrar millum Horna í Havn. Minnilutin í býráðnum heldur ikki, at hetta er tann rætta framferðin. Kommunalt makaskifti eigur at verða eftir marknaðartreytunum. Skal slíkt makaskifti gerast, krevst loyvi frá landsstýrinum. Sambært kunngerð skal fastogn hjá kommununi bjóðast út alment, áðrenn selt verður. Men víkjast kann frá hesum kravi í sambandi við makaskifti, og tá tað annars eru serlig viðurskifti, sum tala fyri, at fastognin kann verða seld uttan alment útboð. Kanye West er rappari, sangari, yrkjari, framleiðari, íverksetari og klædnasniðgevi. Hann er føddur í 1977 og giftur við Kim Kardashian West. Tey eiga 4 børn saman. Tástani kann eitt ríkisrættarmál byrja. Skal Trump koyrast frá sum forseti, krevst, at tveir triðingar av limunum í senatinum atkvøða fyri tí. Orsøkin til, at demokratarnir vilja hava ríkisrættarmál reist móti forsetanum, er ein samrøða, sum hann hevði við ukrainska forsetan fyrr í ár. Trump verður lagdur undir at hava lagt trýst í ukrainska forsetan um at kanna eitt mál um mutur í sambandi við, at Joe Biden var varaforseti í USA, og sonur hansara, Hunter Biden, arbeiddi fyri eitt ukrainskt orkusamtak. Hetta er eisini søgan um ein kreativan leigusáttmála, sum vísir, hvussu ein almennur stovnur smoyggir sær uttan um politisku skipanina. Frammanundan hevur redaktiónin í Breddanum sent Ewald Kjølbro nakrar spurningar í samband við eina 30 minuttirs reportasju um yvirtøkuna av Asfaltsverkinum á Sundi. Orsøkin er, sigur hann, at hann longu hevur svarað Landsgrannskoðanini spurningunum, og tað er longu tikið við í ársfrágreiðingarnar, sum Landsgrannskoðanin hevur almannakunngjørt. Ewald Kjølbro vil kortini gera telefonsamrøðu um nýggju upplýsingarnar um støðulýsingina av Asfaltverkinum, sum hann, sum táverandi stjóri á Landsverki bað sína umsiting at taka burturúr frágreiðingini, sum varð send Samferðslumálaráðnum. Í hesum døgum eru 50 ár liðin, síðani psykiatriin í Føroyum fór til verka, og fólk við sálarligum avbjóðingum sostatt fingu viðgerð í Føroyum heldur enn at verða send av landinum. Hetta verður hátíðarhildið á tiltaki í Smæruni, ið landssjúkrahúsið skipar fyri, og í Nón varpa vit hesuferð ljós á psykiatriska økið. Men hvussu var at arbeiða í psykiatriini fyri hálvari øld síðani Vit hitta Marin Samuelsen og Petry Olsen. Eyðun Joensen gjørdist sálarfrøðingur fyrst í sjeytiárunum. Hvussu minnist hann árini í føroysku psykiatriini Eisini børn hava sálarligar avbjóðingar, og hetta evnið tosa vit við Annu Elisabeth Iversen, leiðandi sálarfrøðing, um. Vit skifta eisini orð við Tórmóður Stórá, ið er leiðandi yvirlækni á Psykiatriska deplinum, um eitt nú hvussu psykiatriin í Føroyum hevur tað í dag. Hvussu kunnu orð og mátin vit tosa uppá, vera við til at mynda fatanina av sálarsjúku og fólkum við sálarligum avbjóðingum Hesin er ein av spurningunum, sum vit seta Káru Bjarnadóttir Jacobsen, ið er cand.mag í retorikki. Tvey fólk, sum kenna til psykiatriska økið og til tað at hava sálarligar avbjóðingar, eru Pól Huus Sólstein og Anna Nolsøe Joensen, sum vit fáa orðið á seinast í sendingini. Gølan um Asfaltverkið hevur kostað skattgjaldarunum meira enn 33 milliónir krónur, og rokningin kann vaksa upp móti teimum 50. Breddin setir luppin á Landsverk og á oyðsl við almennum pengum. Hví siga búskaparfrøðingar, at tilfeingisrentan er 1,2 milliard krónur, og hvussu ávirkast hýran hjá sjófólki og reiðaríum av, hvussu nógv ella lítið landið tekur fyri atgongdina at fiska Sigurð Lamhauge, stjóri á Landsverki, Ewald Kjølbro, fyrrverandi stjóri á Landsverki, Hans Ellefsen, serfrøðingur í tilfeingisbúskapi Bøkur verða støðugt býttar um við teldlar og tøkni eisini í føroyska fólkaskúlanum. Hetta skifti til talgilta undirvísing kann ávirka lesiførleikan hjá skúlabørnum, tað vísir ein nýggj altjóða kanning. Men skíggjar ávirka ikki bara á ein neiligan hátt, halda tveir føroyskir serfrøðingar. Hvítu húsini løgdu trýst á Ukreina um at hjálpa Donaldi Trump politiskt, sigur obertloytnanturin, sambært skrivligari frágreiðing, sum fleiri miðlar hava fingið hendur á áðrenn Alexander Vindman skuldi avhoyrast fyri afturlatnum hurðum í Kongressini í gjár. Sagt verður, at vitnisfrágreiðingin hjá obertloytnantinum er eldfim, og republikanararnir hava sett alt í verk fyri at bróta niður trúvirðið hjá honum undan avhoyringini. Vindman leggur fram nøkur av sterkastu prógvunum higartil fyri ákærunum um, at Trump misnýtti sítt vald sum forseti og breyt vallógina, tá hann royndi at fáa stuðul frá Ukreina í royndini at verða valdur aftur næsta ár, skrivar AFP tíðindastovan. Vindman, sum hevur verið í tænastu fyri amerikanska herin í Irak, og sum seinni gjørdist Ukreina serfrøðingur í amerikanska trygdarráðnum, kom til hoyringina ílatin hermannabúna og við heiðursmerkjum á bringuni. Hoyringin var fyri afturlatnum hurðum, men sambært skrivligu frágreiðingini, greiddi obertloytnanturin frá, at hann persónliga hoyrdi, tá Trump legði trýst á ukreinska forsetan, Volodymir Zelenskij, í telefonsamrøðu 25. juli. Eftir tríggjar miseydnaðar royndir at skriva út val í heyst, eydnaðist tað umsíður bretsku stjórnini at fáa fólkavaldu limirnar í Undirhúsinum at taka undir við, at bretar skulu á val fyri jól. Andstøðan mælti til at broyta dagfestingina til 9. desember, men fekk ikki undirtøku fyri tí. Fyrr hava andstøðuflokkarnir verið ímóti einum vali, tí teir fyrst vilja tryggja sær, at Bretland ikki fer úr ES við ongari avtalu 31. oktober. Nú er støðan broytt, eftir at ES hevur longt evstamarkið fyri skilnaðinum í tríggjar mánaðir, hesum tók Boris Johnson, forsætisráðharri, treyðugt undir við. Ein annar munur er, at uppskotið í gjár kom sum lógaruppskot, sum bara krevur vanligan meiriluta, men sum eisini gevur andstøðuni møguleika at koma við broytingaruppskotum, sum hon gjørdi, tá hon mælti til at valið varð framskundað tríggjar dagar. Jeremy Corbyn, formaður í Labour, hitti fjølmiðlar í gjár, og tá legði hann dent á, at Labour alla tíðina hevur mælt til at skriva út val, men at Brexit við ongari avtalu skuldi at samráðingarborðinum fyrst. Tað hava øll 28 limalondini í ES váttað, sigur Corbyn. Hann sigur, at flokkurin er tilreiðar og gleðir seg til at ferðast kring landið at føra mest umfatandi valstríð hjá flokkinum nakrantíð. Tær báðar vóru sum sjúkrasystrar við frá fyrsta degi, tá ið fyrsta psykiatriska deildin við Árna Olsen sum leiðandi yvirlækna lat upp fyri 50 árum síðan. Og tær arbeiddu har alt sítt arbeiðslív og meira afturat. Vit siga, at psykiatriini í Føroyum er 50 ár, tí tann 29. oktober 1969 lat fyrsta psykiatriska deildin upp á Statshospitalinum, sum tað kallaðist. Ella hjá Árna, sum tað æt í mannamunni. Árni Olsen, yvirlækni, Tordis Johannesen, skrivari, Anna Maria Brandt, yvirsjúkrasystir, Signhild Johannesen, deildarsjúkrasystir, Margreth á Rógvu Nielsen, sjúkrasystir, Marin Samuelsen, sjúkrasystir, Anna Debess Nysted, sjúkrasystir, Petry Olsen, sjúkrasystir, Jonhard Egholm, pleygari, Kurt Holst Jensen, pleygari, og Jan Ehlers, pleygari. Ætlanin um aftur at broyta fiskivinnulógina festir nýtt lív í kjakið um tilfeingisrentuna, hvussu stór hon er og hvussu stóran part av henni landskassin skal krevja inn. Ein høvuðsbroyting í nýggja fiskivinnupolitikkinum er, at uppboðssølan av veiðirættindum fer í søguna og harvið eisini besti mátin at finna útav, hvat virði tilfeingið í havinum hevur fyri tey, sum vilja fiska tað. Hans Ellefesen er serfrøðingur í tilfeingisbúskapi. Hann hevur skrivað Ph.D. ritgerð um tilfeingsbúskap, hevur verið ráðgevi í Fiskimálaráðnum og undirvísir og granskar í dag á Fróðskaparsetrinum. Hann greiðir frá, hvussu búskaparfrøðin roknar seg fram til milliardastóru tilfeingisrentuna, og hvussu hýrur og profittur í fiskivinnuni ávirkast av, hvussu nógv ella lítið landið velur at taka inn av henni. Jóngerð Martinsdóttir Nielsen greiðir frá, at stóri skógareldurin har um leiðir hevði tað við sær, at tær lógu í streymloysi seinastu dagarnar á ferðini. Snildfonin hjá Anju Vidtfeldt Kvilt boðaði henni javnan frá, at hennara skíggjanýtsla á Apple iPhone lá um átta tímar í miðal. Tí boðaði Anja í vikuni frá á Facebook, at hon skifti sína iPhone út við eina Nokia 130. Hetta fyri at avrúsa seg frá stóru nýtsluni. Hon vónir, at hetta fer at geva henni meira nærveru við familju, vinir og fólk sum heild. Alt ov ofta hevur hon fangað seg í, at fara á til dømis facebook uttan mið og mál. Fólkaskúlaráðið, sum tók við 1. juni í 2015, varð sett fyri trý ár. Einki Fólkaskúlaráð hevur tí verið síðani 1. juni í fjør. Men Fólkaskúlaráðið verður sett í næstum, skrivar Skúlablaðið. Blaðið skrivar, at eitt tað fyrsta, nýggi landsstýrismaðurin í skúlamálum, Jenis av Rana, setti út í kortið var at fáa nýtt Fólkaskúlaráð. Fólkaskúlaráðið, sum varð sett í 2011, var til 1. februar 2014. Men ikki fyrr enn í 2015 varð nýtt ráð sett. Lógin um fólkaskúlan sigur, at Fólkaskúlaráð skal vera. Tað er ikki altíð so lætt at vita, nær vit nýta hvønnfall og nær hvørjumfall, sigur Elin Henriksen, málkøn, sum hevur gjørt nøkur dømi niðanfyri. Fyrsta dømi Hvønnfall er um eftirsitandi, um tað, sum liggur eftir ein, uppruna Hetta er einkjan eftir ein fyrrverandi løgmann. Tað liggur nógv eftir hann. Bókin er eftir ein kendan rithøvund. Eitt listaverk eftir eina dugnaliga listakonu. Annað dømi Hvørjumfall er í sambandi við rørslu, kenslur og annað Børnini fóru eftir bóltinum. Hann leitar eftir onkrum. Mær leingist eftir henni. Kettan rennur eftir músini. Bóndin fór í hagan at hyggja eftir seyði. Triðja dømi Stendur eitt staðarhjáorð framman fyri eftir, so er altíð hvørjumfall Ættin er út eftir firðinum. Báturin kemur inn eftir vágni. Tey ganga niðan eftir gøtuni. Fjórða dømi Í sambandi við tíð mugu vit spyrja, um talan er um tíðarskeið ella tíðarfesting. Tíðarskeið ígjøgnum eitt tíðarskeið tekur hvørjumfall Har hendi nógv eftir einum degi. Húsini vóru bygd eftir einum ári. Eftir einari viku hevði hon tjent seks túsund krónur. Fimta dømi Tíðarfesting tá ið vit kundu sagt aftan á tekur hvønnfall Eftir tann dag sóu vit tey ongantíð aftur. Eftir jól fara dagarnir at leingjast. Eftir tveir mánaðir á sjúkrahúsi var hon umsíðir frísk. Eykarokningin uppá 152 milliónir krónur fyri útbyggingina av Landssjúkrahúsinum fevnir um munandi meira enn bara sjálvan H bygningin, men meirkostnaðurin fyri hann er 102 milliónir. Fyrr í ár segði Sirið Stenberg, undanfarna landstýriskvinna í Heilsumálum, at kostaðurin fyri H bygnignin bleiv um 43 milliónir krónur meira enn mett. Nú er samlaða eykarokningin komin uppá 152 milliónir, og sjálvur H bygningurin á Landssjúkrahúsinum verður 102 milliónir dýrari enn mett. Meginparturin av meirkostnaðinum fyri H bygningin eru, sambært Landsverki, øktar handverkaraútreiðslur, svarandi til 53 milliónir krónur, og Landverk hevur nú greinað meirkostnaðin. Tær 53 milliónirnar til H bygningin fevna millum annað ein feil í játtanini frá 2016, at ov lítið og skeivt varð avsett í upprunaligu kostnaðarætlanini og sparingar, sum ikki bóru á mál. Haraftrat er meirkostnaðurin uppá 22 milliónur til ráðgeving, og 12 milliónir til eftirlit og byggileiðslu. H bygningurin dýrkar tí úr góðum 500 til 600 milliónir. Umframt hetta, koma kostnaðir til millum annað íbindingar og eykakrøv frá Landssjúkrahúsinum, so samlaði meirkostnaðurin fyri útbyggingina verður góðar 152 milliónir krónur. Bjarki Skúvadal er vestmenningur. Honum dámdi ikki ættarnavnið Petersen og ætlaði tí at taka millumnavnið Gunnarsson sum ættarnavn. Tað fekk hann ikki loyvi til, og tí fingu hann og bróðir hansara sær Skúvadal. Navnið hevur leingi verið knýtt at siglingini hjá vestmenningum eystur undir land við ferðafólki. Í bjørgunum er so lítil fuglur nú, at hann hevur ikki verið søktur í mong ár, men áhugin fyri at uppliva bjørgini er framvegis stórur. Bjarki sigur frá gongdini eysturi undir landi og gongdini í Vestmanna, sum tók at vaksa, tá handlar komu í bygdini. Fyrsti handil var ein útibúð hjá kongliga handli. Tá einahandilin varð tikin av, vórðu nógvir handlar stovnaðir í Vestmanna. Tórshavnar býráð fer í kvøld at gera av, um teir 37 dagstovnarnir hjá kommununi skulu skipast í fýra eindir, hvør við sínum leiðara, sum hevur 185 starvsfólk. Henda broytingin kostar 2,75 milliónir krónur. Býráðið skal eisini í kvøld gera av, um 4,5 milliónir krónur skulu játtast til fleiri normeringar á dagstovnaøkinum. Við hesum verður fíggingin til børn og ung í 2020 okkurt um 200 milliónir krónur næsta ár. Talan er um 3.000 børn og ung og 750 starvsfólk. Ætlanin er, at felagið skal eggja til samstarv millum lærarar í føroyskum, skipa fyri fakligum og námsfrøðiligum kjaki og tiltøkum, og hava samstarv við móðurmálslærarafeløg í hinum norðurlondunum. Stovnandi fundurin verður á Miðnámi á Kambsdali í kvøld klokkan 19. Tær, sum hava tikið stig til at stovna felagið, eru Katrin Næs, Henrietta A. Jaobsen, Jastrid á Dalbø og Óluva Klettskarð. Skipanin kann rætt og slætt ikki brúkast í Nuuk, sigur varaverkætlanarstjórin í Kalaallit Airports, Aviaaja Karlshøj Knudsen, við Sermitsiaq. Tað hevur verið umrøtt at seta RNP skipan upp, tí í Nuuk er eisini mjørki. Men vansin er, at í Nuuk røkkur fylgisveinsambandið ikki nóg væl, og tað er ein treyt, fyri at RNP signalið kann verða so neyvt sum gjørligt, sigur Aviaaja Karlshøj Knudsen. Í staðin verður ein onnur innflúgvingarskipan, sum byggir á vanligu instrumentlendingina, sett upp, sigur Aviaaja Karlshøj Knudsen sambært Sermitsiaq. Johan Laurberg Lund Kofoed, Network Manager í SAS, letur væl at RNP skipanini í Vágum. Hann sigur við Sermitsiaq, at í summar vóru 11 dagar, at RNP skipanin hevur avgerandi týdning fyri, at flogfarið hjá SAS kundi seta seg. Eitt nú var nógvur mjørki frá 11. til 14. juli, men RNP skipanin gjørdi, at flogfarið kundi seta seg allar dagarnar, sigur Johan Laurberg Lund Kofoed. Í gjárkvøldið varð nýggja skaldsøgan hjá Carl Jóhan Jensen Terningar, søgur av tilvild , løgd fram á Reinsarínum. Vit skifta orð við Carl Jóhan um nýggju skaldsøguna. Gallarí Focus verður í næstum at finna í miðbýnum. Vit hava verið á gátt hjá Marionnu Norðoy. Mítt listarverk er regluligur mikudagstáttur í Nón, og í dag fara vit at vitja Hallstein Sigurðsson. Hamlet er óiva størsta uppsetingini í føroyskari leiksøgu nakrantíð. Vit fara at forvitnast um eitt nú hesa risastóru uppsetingina umframt leiklutin sum Hamlet, tá høvuðsleikarin, Kjartan Hansen, vitjar um runda borðið miðskeiðis í sendingini. Og seinast í sendingini fara vit eisini at fregnast um hvat hendir á føroyska Mentanarpallinum komandi vikuna. Tú kanst hoyra sendingina her Jørgen Niclasen, landsstýrismaður tók í dag avgerð um, at politikanningarnar av lyklapersónum í sambandi við gøluna á Glasir og H bygninginum skulu víðkast til eisini at fevna um Asfaltvirkið. Og samstundis skulu landsstýrið og Landsverk gera av um dýra og óbrúkiliga Asfaltverkið á Sundi skal umvælast fyri 14 milliónir krónur afturat. Ella skulu tey heldur byggja eitt nýtt Ella er gølan áminning um, at landið skal halda seg burtur frá privatu vinnuni Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, Sigurð Lamhauge, stjóri á Landsverki, Niels Winther, ráðgevi í Vinnuhúsinum, Martin Heinesen, jarðfrøðingur og serfrøðingur í landgrunsnevndini hjá ST, Bjørn Kunoy, løgfrøðiligur ráðgevi í Uttanríkismálaráðnum og Jenis av Rana, landsstýrismaður Ivy skal spæla eitt musikkvideo inn, tað snýr seg um eina dapra tíð í lívinum, tá hon fór alt ov langt við at broyta seg sjálva fyri at hóska inn sum kvinna. Sasha elskar at vera ultra sexut og vísa seg fram, so tá hon verður spurd, um hon vil vera modell og vísa undirklæði fyri eitt blað, kann hon ikki siga nei men man myndamaðurin fara og varnast loyndarmál hennara Við fyrsta kærleikanum fylgir tann mest fantastiska kenslan men samstundis tann torførasta. Og tá tú ert forelskað ur fyrstu ferð, er ringt at vera tann fyri uttan, sum hann ella hon er forelskað ur í. Og hvussu nógv skal mann vera saman Samtykt er nú, at teir 37 dagstovnarnir hjá kommununi skulu skipast í fýra eindir, hvør við sínum leiðara, sum hevur 185 starvsfólk. Henda broytingin kostar 2,75 milliónir krónur. Býráðið hevur eisini gjørt av, at 4,5 milliónir krónur skulu játtast til fleiri normeringar á dagstovnaøkinum. Við hesum verður fíggingin til børn og ung í 2020 okkurt um 200 milliónir krónur. Talan er um 3.000 børn og ung og 750 starvsfólk. Pedagogfelagið mótmælir ætlanini hjá býráðnum at gera eindarleiðslur. Minnilutin í býráðnum tók heldur ikki undir við eindarleiðsluni. Hann hevði broytingaruppskot um at játta níggju milliónr krónur til fleiri normeringar á dagstovnaøkinum. Tað uppskotið fall. Tórshavnar býráð skuldi avgreiða málið í gjár, men tað varð ikki avgreitt, tí tilmælið frá Fíggjarnevndini hjá býráðnum er ikki komið. Fíggjarnevndin skuldi skriva tilmælið í gjár, men málið varð útsett. Ætlanin er at hava bústaðir, stórhøll og lætta vinnu við Stórutjørn í Hoyvíkshaganum. Tekniski stjórin og leiðarin á Býarskipanardeildini hjá Tórshavnar kommunu mæla til, at økið við Stórutjørn verður boðið út sum arkitektakapping. Mælt verður eisini til at játta eina millión krónur til vinnarar, dómsnevnd og til uttanhýsis ráðgeving í sambandi við kappingina. Kommunan skal møguliga eisini keypa góð hugskot, sum koma. Hetta er uppskotið, sum Fíggjarnevndin skuldi avgreiða í gjár. Men tað varð útsett. Vælkomnari um ella vælkomin Spurt verður eisini, um tað eitur Hann bjóðaði henni vælkomnari , hann bjóðaði henni at vera vælkomin ella hann bjóðaði henni vælkomin . Fiskaaling og Norges miljø og biovitenskapelige universitet, stytt NMBU, hava skrivað undir avtalu um samstarv innan gransking, starvsvenjing og vitanardeiling, har starvsfólk kunnu virka í longri ella styttri tíð hjá hvørjum øðrum. NMBU er altjóða viðurkendur fróðskapar og granskingarstovnur innan aling, umhvørvi, burðardygga menning, fólka og djóraheilsu, veðurlagsavbjóðingar, varandi orkukeldur, matframleiðslu og økis og tilfeingisumsiting. Fiskaaling bjóðar lesandi frá NMBU at gera størri og smærri granskingaruppgávur á Fiskaaling í Føroyum, meðan starvsfólk frá Fiskaaling kunnu luttaka á skeiðum á NMBU. Avtalan er í fyrstu atløgu galdandi í fimm ár. Jón Aldará, fuglafrøðingur, greiðir frá kanning, sum fuglafrøðingurin ger um støðuna hjá kjógva í Føroyum. Og fuglafrøðingurin, Sjúrður Hammer, hugleiðir um fugl og veðurlagskreppuna. Felagið, sum ætlar at byggja íbúðirnar, fær 6.700 fermetrar frá Tórshavnar kommunu aðrastaðni fyri 3.800 fermetrar undir Kongavarða. Har skulu so tær 48 íbúðirnar, sum ikki verða bygdar undir Kongavarða, byggjast. Tórshavnar kommuna eigur 6.700 fermetrar millum Horna í Havn. Uppskotið um serstaka byggisamtykt fyri økið undir Kongavarða er eisini tikið aftur. Alt hetta samtykti Tórshavnar býráð í gjárkvøldið. Minnilutin í býráðnum heldur ikki, at makaskiftið skal gerast soleiðis sum meirilutin ætlar. Kommunalt makaskifti eigur at gerast eftir marknaðartreytunum. Skal slíkt makaskifti gerast, krevst loyvi frá landsstýrinum. Sambært kunngerð skal fastogn hjá kommununi bjóðast út alment, áðrenn selt verður. Men víkjast kann frá hesum kravi í sambandi við makaskifti, og tá tað annars eru serlig viðurskifti, sum tala fyri, at fastognin kann verða seld uttan alment útboð. Tann gamli sløkkiliðsbilurin frá 2000, sum rakk 32 metrar, hevur tænt fyri seg. Tann nýggi kom til landið mánadagin, og hevur kostað kommununi 6,5 milliónir krónur. Eldraøkið skal endurskoðast í 2020, og tá skulu neyðugar broytingar gerast, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum. Samstarvið við Kommunufelagið skal mennast, eisini tá talan er um eldraøkið, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum. Tað vænta góðar fýra milliónir krónur í hjá Bú og heimatænastuni í Suðuroy fyri næsta ár, um kommunurnar ikki fáa fleiri pengar frá landinum. Ein uppgerð hjá Bú og heimatænastuni í Suðuroy, vísir, at tað fer at kosta góðar 60 milliónir krónur at reka eldraøkið í Suðuroy í 2020. Hvalbiar kommuna hevur longu samtykt, at kommunan rindar ikki meir til eldrasamstarvið, enn tað sum kommunan fær borið aftur frá landinum. Talan er um slakar 600.000 krónur. Men kommunan hevur eisini gjørt av, at um hon fær fleiri pengar frá landinum í 2020, so fara teir pengarnir til eldraøkið. Sum er hanga viðurskiftini ikki saman, og tí kann gongdin ikki halda fram, sigur Janus Thomsen, borgarstjóri í Hvalbiar kommunu, við útvarpið. Tað vísir seg, at summar kommunur fáa meir frá landinum, enn tær nýta til eldraøkið, og tí má býtið broytast, ella má landið rinda fleiri pengar til eldraøkið, sigur hann. Vit skulu millum annað endurskoða eldraøkið í 2020, og tá verður samstundis støða tikin til tey viðurskiftini, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum. Hann bað Yvirfriðingarnevndina viðgera málið av nýggjum, tí, sum hann sigur, tað er vánaligasta loysnin fyri náttúruna at tyrva grótið. Men nevndin kann viðgera mál av nýggjum, um serligar umstøður tala fyri tí. Í hesum málinum eru ongar serligar umstøður, sigur Henrik Møller, formaður í Yvirfriðingarnevndini. Náttúran á staðnum, har grótið verður tyrvt á Velbastað, er ikki so serlig, at neyðugt er at varðveita hana, sigur samda Yvirfriðingarnevndin í svarinum til Annfinn Brekkstein. Annfinn Brekkstein sigur í dag við Kringvarpið, at hann hevur ilt við at virða avgerðina hjá Yvirfriðingarnevndini, men hann góðtekur hana. Hann fer ikki at gera ikki meira við málið nú. Tíðin er nú komin til at dagføra náttúruverndarlógina so hon er meira tíðarhóskandi og tekur meira atlit til umhvørvið, sigur Annfinn Brekkstein. Grót úr Sandoyartunlinum verður í løtuni tyrvt niðan fyri vegin á Velbastað. Eftir nýggjár verður væntandi byrjað at tyrva grótið hinumegin vegin. Evnið í First lego league 2019 er býarætlan. Vit hitta Planet Jørðin og Argjafrensar, sum eru við í kappingini, sum verður í skúlanum á Argjahamri 9.november. Brandur Sandoy spurdi, hvussu landsstýrið ætlar at endurgjalda bóndum fyri fíggjarliga tapið, teir fara at hava av ætlaðu broytingunum í handilsavtaluni millum Føroyar og ES. Jenis av Rana sigur, at ivasamt er, um bøndur í Føroyum missa pengar, tí tollurin, sum er 10 prosent, verður tikin av seyðakjøti úr ES. Føroyar og ES eru samd um, at 40 tons av seyðakjøti úr ES kunnu innflytast tollfrítt um árið í trý ár. Um trý ár fer kvotan upp í 80 tons um árið. Skulu tvímálslig børn læra fleiri mál í sínum uppvøkstri Vit tosa við Helenu Kannuberg, sum hevur kannað málið. Hvaðani kemur íblásturin, tá tú setur tær fyri at skriva eina barnabók Hendan og aðrar spurningar seta vit Elina á Rógvi. Hvat er hendan negativa rentan, sum tosað verður so nógv um í hesum døgum Í seinra tímanum tosa vit við Johnny í Grótinum, búskaparfrøðing, um fyribrigdið. Ársins Virki 2019 gjørdist p f Poul Michelsen. Vit enda Nón í dag við at vitja og tekna eina vangamynd av fyritøkuni. Tú kanst hoyra sendingina her Við sínum kanska nærum fullu tangum av olju er trolarin Olshana, sum liggur á havsins botni við Flesjarnar, ein umhvørvisbumba, sigur kavari, sum rópar varskó og útpurring. Men hvat sigur serfrøðin og umhvørvismyndugleikin um støðuna Janus Joensen, kavari frá Faroe Dive, Suni Petersen, leiðari á Vernd á Umhvørvisstovuni, Niels Winther, Havbúnaðarfelagið, Maria Dam, evnafrøðingur og granskari, Annika Olsen, borgarstjóri og Tróndur Sigurðsson, býráðslimur Starvsmannafelagið ger í dag vart við vantandi kunning á økinum. Støddin á samfelagnum kann vera ein onnur orsøk til fáar fráboðanir, sigur Pál Weihe, serlækni. Í Noregi eru ævintýrdagar hjá arkitektum, sniðgevum og teimum, sum gera innbúgv. Allar skrivstovur hjá statinum eru í broyting. Tað snýr seg um opin rúm, ruddiligt borð og frítt at sita, hvar tú vilt. Men hví tað Visit Greenland vísir á, at stívliga trý prosent færri útlendsk ferðafólk eru komin til Grønlands í ár. Annars er ferðafólkatalið vaksið seinastu fimm árini, millum trý og tíggju prosent um árið. Visit Greenland heldur, at ein frágreiðing kann vera tann, at øll gisting í Ilulissat, sum er nógv best umtókta ferðamál í Grønlandi, er útseld langt fram í tíðina. Hetta kann fáa ferðafólk at setast aftur. Visit Greenland fer nú at kunna útlendingar um onnur ferðamál í Grønlandi enn Ilulissat. Eisini verður miðað eftir at fáa ferðafólk at koma alt árið, og ikki bara um summarið. Skatturin í Runavíkar kommunu lækkar næsta ár. Hann verður 21,75 prosent. Nú er hann 22 prosent. Barnafrádrátturin verður tann sami, 8.000 krónur. Býráðið í Runavík samtykti í gjár fíggjarætlanina fyri 2020. Hetta var fyrra viðgerðin. Seinna viðgerðin verður 28. november. Fíggjarætlanin javnvigar við 228 milliónir krónur. Raksturin kostar 161,4 milliónir og íløgur skulu gerast fyri 51,4 milliónir næsta ár. Kommunan ætlar ikki at taka nakað lán næsta ár, men 10,2 milliónir krónur verða goldnar av verandi skuld. Í løtuni svarar skuldin hjá Runavíkar kommunu til 54 prosent av einari álíkning. Roknað verður við, at hon er 62 prosent um ársskiftið 2019 20. Kortið, sum er 2.000 krónur vert, kann brúkast til frítíðarvirksemi í kommununi. Kortið hevur fingið heitið Spjaldur. Í dag eru 4.125 fólk í Runavíkar kommunu. Tey búgva í 15 bygdum. Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2020 verður mælt til, at ráðharrarnir skulu fáa lønarhækking, men tað fer skattamálaráðharrin, Morten Bødskov, at forða fyri, upplýsir Skattamálaráðið. Tá Lars Løkke Rasmussen var forsætisráðharri í 2010, lækkaði lønin til ráðharrarnar fimm prosent, í kjalarvørrinum av fíggjarkreppuni. Síðani er skipanin longd fleiri ferðir, men hon skuldi fara úr gildi á nýggjárinum. Tí kundu ráðharrarnir í stjórnini hjá Mette Frederiksen, forsætisráðharra, vænta sær eina lønarhækking. Tað hevur vakt ans á Christiansborg, og fleiri politikarar, eisini í sosialdemokratiska stjórnarflokkinum, hava sagt seg undrast á, at lønin skal hækka á nýggjárinum. Morten Bødskov, skattamálaráðharri, sigur, at flokkarnir í fólkatinginum eru farnir at viðgera lønarviðurskiftini hjá politikarum yvirhøvur. Tí er tað nátúrligt, at vit í fyrstu syftu tryggja, at lønin til ráðharrarnar ikki hækkar. Vit leggja fyri við at leingja skipanina eitt ár aftrat, so vit fáa betri stundir at finna eina varandi loysn, sigur Morten Bødskov, skattamálaráðharri. Onnur kanningin vísir, at konservativi flokkurin fær 41 prosent av atkvøðunum. Labour fær 24 prosent, Liberalu demokratarnir 20, Brexit flokkurin sjey, og Grøni flokkurin fær trý prosent. Hin kanningin vísir, at Konservativi flokkurin fær 36 prosent, Labour 21, Liberalu demokratarnir 18, Brexit flokkurin 13, og Grøni flokkurin fær í hesi kanningini seks prosent. Brexit málið verður væntandi høvuðsevni í valstríðnum. Konservativi flokkurin og Brexit flokkurin vilja sleppa úr ES, men Labour og Liberalu demokratarnir vilja hava eina fólkaatkvøðu um avtaluna, sum stjórnin hjá Boris Johnson hevur gjørt við ES um Brexit. Ætlanin var, at Bretland skuldi fara úr ES í gjár, men Brxit avtalan er longd til 31. januar. Tó kann Bretland fara úr ES fyrr enn so, um nýggja parlamentið góðkennir avtaluna, og tað er tað, Boris Johnson ætlar, siga polititiskir eygleiðarar. Elin á Rógvi og Marjun Reginsdóttir hava aftur skapað eina nýggja frásøgu um hanan Morgunfríða, abban, ommuna og abba og ommubørnini. Fyrsta bókin um hanan kom fyri nøkrum árum síðani, og varð nevnd Og mamma . Í nýggju bókini 112 Fuglafjørður , gongur abbin framvegis við hesum loynidóminum um hanan, sum hann tosar við, og sum svarar honum aftur, men ongin má fáa tað at vita Í hesi Nú hava omman og abbin gjørt av at fara í summarhús í Fuglafirði at taka sær av løttum. Tey eru so móð av at ansa børnum alla tíðina, at nú vilja tey hava frið. Men onkur hevur sníkt seg við Vit tosa við Elin á Rógvi um nýggju bókina. Hvat hon leggur seg eftir, tá hon skrivar til børn, hvar kemur áhugin fyri barnabókum og barnatilfari frá og hvussu skrivar ein skemtiligar barnabøkur Elin á Rógvi sigur, at íblásturin til bókina og tað skemtiliga í stóran mun kemur frá hendingum í gerandisdegnum, sum hon sjálv heldur kann vera rættiliga komiskur. Elin leggur seg ofta eftir, at hava fleriri týdningar ella løg í barnabókunum, sum bæði geva børnunum og teimum vaksnu okkurt at hugsa um ella at flenna at. Hon vónar tí, at bæði børn, men eisini ommur og abbar og foreldur fáa okkurt burtúrúr at lesa hana, ella lesa hana fyri børnum. Leiðreglur um góðan fjølmiðlasið eru galdandi fyri allar miðlar, men kæruvegurin kann tykjast heldur tungur og drúgvur. Hvønn týdning hevur tað, tá avtala verður gjørd millum journalist og tann, sum samrøða verður gjørd við. Georg L. Petersen svarar, hvat hendi við samrøðuni við Ewald Kjølbro, fyrrverandi stjóra á Landsverki, har øll samrøðan var send eisini har Ewald eftir øllum at døma leggur hornið á. Og Tórður Mikkelsen greiður frá styrkini í sendingunum Við Tórði á túri . Gestir Jóannes N. Dalsgaard, stjórnmálafrøðingur, Ingrid Bjarnastein, journalistur og limur í fjølmiðlanevndini og Georg L. Petersen, tíðindaleiðari í KvF. Gestur í samband við eina rás til yvirskotssendingar hjá KvF Birgir Waag Høgnesen, sølu og marknaðarleiðari á R7 Tórður Mikkelsen, journalistur. Tað vísa tøl frá Hagstovuni yvir miðal árshýrur, býttar á skipabólkar. Í 2009 var miðalhýran á nótaskipum 828.000 krónur, í 2016 var hon 1,9 milliónir krónur. Taka vit øll uppsjóvarskipini við, er miðalhýran vaksin meira enn hálva aðru millión í sama tiðarskeiði úr góðari einari millión upp í 2,7 milliónir krónur. Orsøkin er, sambært Búskaparráðnum, at landið tekur ikki tilfeingisrentuna í fiskivinnuni inn, og tilfeingisrentan fer tískil til reiðaríini og manningarnar. Í uppskotinum um nýggja fiskivinnulóg stendur, at landið skal miða eftir at taka eitt tilfeingisgjald inn, sum svarar til tað, sum kom inn í 2018 tað eru umleið 300 milliónir krónur. Benjamin Petersen hevði havt ávíst samskifti um telduna við fólk í Nashville, men heldur enn at sita heima og skriva, valdi hann í januar at bóka sær eina ferð til Nashville. Tað var ikki honum greitt, hvat fór at spyrjast burtur úr granskingarferðini, men komin til Nashville vísti tað seg skjótt, at fólk vóru ógvuliga fyrikomandi. Eg vóni at sleppa aftur til Nashville næsta ár, sigur Benjamin Petersen, ið nú gleðir seg til, at onnur eisini sleppa at hoyra tilfarið, sum er tikið upp. Hon kemur til Føroya mikukvøldið, og hósdagin verður fundur í Vestmanna, har løgmaður og Mette Frederiksen fara at viðgera samstarvið í ríkisfelagsskapinum. Eftir fundin verður vitjað á Miðnámi í Vestmanna, Vindrøkt og á SEV. Seinnapartin hósdagin verður farið til Havnar, har Mette Frederiksen fer at vitja løgtingið og skipasmiðjuna MEST. Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sum er vertur fyri vitjanini, sigur, at samgongan hevur sett sær fyri at styrkja og menna ríkisfelagsskapin. Vónandi kann fundurin verða byrjanin til eina tilgongd, har vit seta ferð á hetta arbeiðið. Tað er okkara uppgáva áhaldandi at lýsa fyrimunirnar við einum sterkum ríkisfelagsskapi, sigur løgmaður. Eg skilji væl ynskið úr Føroyum um at fáa størri leiklut í uttanríkis og trygdarpolitikkinum. Danmark og Føroyar hava ein sterkan felagsskap, og vit skulu samstarva á teimum økjum, sum báðir partar fáa gagn burturúr, sigur Mette Frederiksen. Býlingshúsið millum Gilja í Hoyvík er tómt í dag. Øll starvsfólkini hava sjúkrameldað seg, tí stovnsleiðarin segði seg úr starvi í gjáramorgunin. Tað eydnaðist ikki útvarpinum at fáa viðmerking frá Tórshavnar kommunu og Kommunala arbeiðsgevarafelagnum til tíðindini á døgurða. Tjóðveldi skjýtur upp at gera eina breiða politisku semju um at endurnýggja allan strandferðsluflotan fyri 300 350 milliónir krónur eftir nøkrum árum. Nýggj nólsoyarferja og nýggj kalsoyarferja kosta millum 90 og 100 milliónir krónur hvør, og nýtt skip til Skúvoyarleiðina og Fugloyar og Svínoyarleiðina fara at kosta millum 40 og 50 milliónir hvørt, sigur Tjóðveldi. Nýggju ferjurnar eiga at verða smíðaðar soleiðis, at brennievnið í mest møguligan mun verður varandi orka, til dømis ravmagn ella vetni, sigur flokkurin í viðmerkingunum til uppskotið. Fyri skjótt tveimum mánaðum síðani skrivaðu Arbeiðs og brunaeftirlitið, TAKS og politiið undir avtalu um samstarv um eftirlit á arbeiðsmarknaðinum, ið skal avdúka sosiala dumping, eins og gjørt verður í hinum Norðurlondunum. Avtalan sigur, at teir tríggir myndugleikarnir fara at hava samskipað eftirlitsátøk á arbeiðsmarknaðinum, har dentur verður lagdur á at kanna, um arbeiðsgevarar halda reglurnar um arbeiðsloyvi, skatt, meirvirðisgjald og umhvørvi. Arbeiðs og brunaeftirlitið er samskipari, men einki eftirlit hevur verið enn. Tá avtalan varð undirskrivað 4. september, varð sagt, at fyrstu eftirlitini verða væntandi í heyst. Tað hevur ikki verið møguligt at bjóða Rúna Joensen eitt líknandi starv, sum hann hevur skyldu at taka av. Tí fær hann løn í trý ár, eru boðini frá Løgmansskrivstovuni. Rúni Joensen var eisini aðalstjóri, tá Kári P. Højgaard var landsstýrismaður, men tá Kári P. Højgaard varð loystur úr starvinum sum landsstýrismaður, varð ráðið samstundis niðurlagt. Tá fór Rúni Joensen í starv á Løgmansskrivstovuni, til hann aftur gjørdist aðalstjóri í Samferðslumálaráðnum fyri fýra árum síðani. Tað snýr seg ikki um, at børnini eta ov lítið, men at maturin, tey fáa, hevur ov lítið føðsluvirði. Fiti er eisini dømi um lítið føðsluvirði í matinum, sum nógv børn líða undir. 200 milliónir børn í heiminum er undirfødd, og ringast stendur til í Suðurasia og í Afrika sunnan fyri Sahara. 150 nýføðingar vaksa ikki, sum tey eiga, og nærum 50 milliónir viga ov lítið. Í bakgrundini er fátækradømi, alheimsgering, býargerð og menniskjaligar kreppur. Børnini, sum eru mest árend, eru tey, sum búgva í fátækastu økjunum, skrivar UNICEF í nýggjari frágreiðing . Sambært UNICEF er trupulleikin ikki, at børnini eta ov lítið, men hvat tey eta. Til dømis fær annaðhvørt barn yngri enn fimm ár ikki nóg mikið av vitaminum. Nú á døgum er fiti eitt slag av undirføðslu. Sambært UNICEF er fiti hjá børnum partvíst tekin um vánaliga føði. Alsamt fleiri børn eru tjúkk eisini í Afrika. Fimta hvørt barn millum fimm og 19 ár vigar ov nógv. Serliga í USA er talið nógv vaksið, talið er vaksið 50 prosent samanborið við støðuna ár 2000, skrivar UNICEF. Avleiðingarnar av vánaligum kosti fara at merkjast, tá børnini gerast eldri. Greið prógv eru um, at undirfødd børn hava verri við at fáa viðgongd sum vaksin. Í frágreiðingini fær Finnland góð orð frá UNICEF, ið skrivar, at Finnland hevur sett tiltøk í verk fyri at minka um fita. Tiltøknini fevna eitt nú avgjøld og greiða vørulýsing. Í Finnlandi verður sosiali ójavnin útjavnaður orsakað av skúlamatinum, sum børnini fáa á dagstovni og skúla, sigur Heli Kuusipalo á finska stovninum fyri heilsu og vælferð. Í staðin fyri at seta vanliga sjokolátakøku á borðið, varð borðreitt við hash brúnkøku, og fleiri av gestunum noyddust undir læknahond. Kanningar hjá løgreglun vísa, at leiðarin í kaffistovni, har evrið varð hildið, hevði biðið 18 ára gomlu dóttir sína baka køkur til ervið. Umframt at baka køkur, sum skuldu borðreiðast fyri gestunum, bakaði dóttirin eina eyka køku, og henda køkan hevði serliga tilfarið kannabis. Ervið gekk sína vanligu gongd til fleiri av gestunum brádliga fóru at klíggja og vildu svíma. Rúsurin var so sterkur, at 13 av teimum, sum syrgdu, eisini einkjan, noyddust í medisinska viðgerð eftir at hava etið køkuna. Sambært talsmanninum fyri løgregluna, Christopher Hahn, tók mamma tannáringin skeiva køku uttan at tosa við dóttrina, og tað er púra greitt, at køkan varð ikki bakað til ervið. Hetta hendi í august, men í virðing fyri teimum, sum syrgdu, er hendingin ikki almannakunngjørd fyrr enn nú. Týska løgreglan kannar nú málið. Í desember 2018 fekk ein 18 ára gamal maður álvarsligan skaða av eini spreingin í Malmø. Nú situr hann varðhaldsfongslaður fyri sjálvur at hava roynt at aktivera spreingiløðingina í eini trappugongd í Malmø. Undir seinna heimsbardaga hvarv ein bretskur kavbátur á veg til Alexandria í Egyptalandi. Og nú er vrak av einum kavbáti funnið á havsins botni út fyri maltisku strondina. Granskarat fóru alt fyri eitt undir at kanna, um vrakið var bretski kavbáturin. HMS Urge hevði støð saman við øðrum kavbátum í Malta, og var við í fleiri deyðiligum álopum í Miðjarahavinum, tá bretski herurin brádliga gav boð um, at hann og restin av flotanum skuldi flytast til Egyptaland, tí Týskland hevði kringsett oynna í Miðjarahavinum. Urge setti 27. apríl 1942 kós móti Egyptalandi við meira enn 40 monnum umborð. Men kavbáturin kom ikki í havn í Alexandria 6. mai, sum avtalað, og eingin hevur vitað, hvørja lagnu kavbáturin fekk. Í meira enn 20 ár hava granskarar kannað havið kring Malta, og ein sonar mynd avdúkaði nakað, sum líksit einum kavbáti á 130 metar dýpi umleið tríggjar kilometrar út frá strondini, men at partur av bógnum manglar. Timmy Gambin, professari, sigur, at skaðin á bógnum gevur ábending um ógvisliga spreinging sum kann merkja, at báturin er sokkin skjótt, og at manningini hevði ongan møguleika fyri at sleppa frá hendingini á lívi. Maðurin var varðhaldsfongslaður fyri neyðtøkuroynd sunnunáttina 8. september, og skuldi sita í varðhaldinum til 3. oktober, sum síðani varð longt til 1. november, og nú er varðhaldsfongslingin so longd aftur til 27. november. Meduna Dalsgaard er arkitektur. Og er nakað, sum arkitektar hava áhuga fyri, er tað ljós. Vikuskiftissendingin var gongutúr saman við Medunu Dalsgaard, arkitekti, har hon sigur sína hugsan um ljós av øllum handa slag á teininum úr Steinatúni oman í trappuna í Vágsbotni. Egil Barclay Høgenni Hansen er ljóssniðgevi. Hoyr Egil greiða frá sínum starvi á Skuespilhuset í Keypmannahavn, sum er partur av kongliga sjónleikarhúsinum. Har er hansara leiklutur at programmera ljós til ymsar sjónleikir. Annars arbeiðir Egil sum fríyrkisfólk tá er tað fyri tað mesta konsertir, hann setir ljós til. Hoyr Egil greiða frá sínum yrki, sum hann lýsir sum eina listagrein á jøvnum føti við aðrar listagreinar. Umframt at vera kreativur roynir Egil at gera ljóssetingina so einfalda sum gjørligt,eins og hann er tilvitaður um at hjálpa leikarum at fáa framførsluna út av pallkantinum til áskoðararnar. Vikuskiftissendingin ringdi til Egil, meðan hann hevði ein steðg í arbeiðnum við at seta upp ein leik á Skuespilhuset Pole dance er bæði dansur og kropsvenjing. Barba Jansdóttir er venjari. Hon byrjaði at venja pole dance í Burn í september, og longu nú er góð undirtøka millum fólk. Hetta er ikki bara fyri kvinnur men eisini menn, sigur Barba og leggur afturat, at pole dance avgjørt ikki er nektardansur ella striptease , hóast tað líkist. Umframt at Barba venur pole dance í Burn, bjóðar hon seg fram til polterabend og tiltøk av ymsum slag. Vit spyrja eisini, hvat pole dance skal eita á føroyskum. Sambært heimasíðuni hjá Løgmansskrivstovuni eru trý lógaruppskot, sum øll snúgva seg um fíggjarligu viðurskiftini hjá pensjónistum, latin løgtinginum. Eitt lógaruppskot snýr seg um at hækka grundupphæddina og lækka frádráttarfríu inntøku upphæddina. Eitt snýr seg um at lækka mótrokningina. Og eitt snýr seg um skattafrádrátt á 6000 krónur um árið til fólkapensjónistar. Bara framløga er á skránni fyri løgtingsfundin mánadagin, og tí kann væntast, at hesi lógaruppskot frá landsstýrinum verða løgd fram tá. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sum hevur arbeitt við eini loysn, ið skal geva pensjónistum fleiri pengar at liva fyri, hevur ongar viðmerkingar til málið, fyrr enn lógaruppskotini eru løgd fram í løgtinginum. Til ber tó at leggja fram uppskot um lógir, sum skulu koma í gildi á nýggjárinum, um í minsta lagi 17 tingfólk geva loyvi til tess. Lærlingar skulu hava størri frádrátt og, tey, sum fáast við heimavirki, skulu sleppa undan meirvirðisgjaldi og einum parti av skattinum. Men onnur uppskot eru eisini. Løgtingsskrivstovan vil ikki siga, hvussu nógv uppskot eru komin hagar. Freistin har var á middegi mánadagin. Tjóðveldi hevur boðað frá, at tað á tingfundinum mánadagin fer at at leggja fram uppskot til samtyktar um at endurnýggja flotan hjá Strandferðsluni. Tjóðveldi skjýtur upp at gera eina breiða politisku semju um at endurnýggja allan strandferðsluflotan fyri 300 350 milliónir krónur eftir nøkrum árum. Verður undirtøka fyri at seta 50 60 milliónir krónur av um árið, kann allur flotin endurnýggjast eftir fimm ella seks árum, sigur Tjóðveldi. Sambært henni skulu føroyingar gera av í ávísum førum, hvørjir útlendingar sleppa at vera í Føroyum. Umsitingin í hesum málum verður føroysk. Uppskotið, sum varð lagt fram 30.september, er bara fíggjarlógin fyri í ár, sum er framskrivað, tí samgongan hevði ikki stundir til at gera nýtt fíggjarlógaruppskot. Men landsstýrið arbeiðir við tí nú og sendir síðani Fíggjarnevndini uppskotið og biður hana broyta upprunaliga uppskotið sambært tí. Nú samgongan leggur uppskot fyri løgtingið, sum fara at mynda politikkin og fíggjarlógina fyri 2020, ætlar Bárður Nielsen, løgmaður at fara á fund við kommunurnar. Týsdagin vóru Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýrskvinna í almannamálum á fundi við umboð fyri Kommunufelagið. Gentudreymurin var at gerast sniðgevi, eins og hann er hjá nógvum smágentum, men í hennara føri var ongantíð ivi um, at hetta fór at gerast lívsleiðin. So avgjørd er Elsa Bech, sum í dag hevur sítt egna klædnamerki og sín egna handil í Havn, har hon selur sínar vørur. Reyði tráðurin í táttinum hesaferð má sigast at vera brúdleyp, tí Snorri sigur søgur um sítt brúdleyp og sítt silvurbrúdleyp, meðan Janus á Húsagarði í einari av sínum søgum fær ein heldur øðrvísi leiklut til eitt brúdleyp. Hin søgan hjá Janusi er minni tespilig, tí hon snýr seg um ein heldur fullan septiktanga. Men hvør søga er sonn, og nær pella teir Tað er eisini eitt kynstur at duga at síggja mun. Spurningarnir snúgva seg um burturbeining av avroðum, um innkeypstúrar uttanlands, og um kommunur eiga at geva borgarum rætt til sjálvi at geva parkeringsbøtur. Tilgongdin hjá alifelagnum Luna at fáa størri smolt til vega, byrjaði í 2011. Árið eftir vóru royndir gjørdar við størri smolti, og tær royndirnar góvu ábendingar um, at tað fór at rigga væl. Tað hevði havt við sær, at eitt skip kundi komið á fjørðin, og hevði givið nógv arbeiði á landi, sigur Alex N. Vilhelm, stjóri í North Atlantic Seafood í Vági. Tá kreppan kom í 1990unum, steðgaði mestsum alt virksemi í Vági, og arbeitt var við at fáa gongd á aftur í sunnaru helvt í Suðuroy, sigur Alex N. Vilhelm. Tað, sum Alex N. Vilhelm vísir á av fiskatilfeingi, so er talan um 3.000 tons av makreli, 2.000 tons av sild og 15 20.000 tons av svartkjafti, sum hann sigur svarar til trý fýra prosent av fiskatilfeinginum. Teir mundu mist mótið kavararnir, sum leitaðu eftir jólaskipinum. Men við eitt sást reyða boyðan kasta seg upp av havsins botni, sum tekin um, at vrakið var funnið og fyrstu lutirnar vóru á veg upp. Sjónvarpið fylgdi Expedition 2000 í mai og juli í fjør. Sendingin er ein reportasja fra hesum døgunum. Hon vísir spenningin hjá Hera Andreassen, kavarunum og hjálparfólkunum. Sauternes ella jólaskipið hevði ligið nærum órørt 60 ár á havsins botni í Fugoyarfirði. Heri Andreassen fekk í fjør einkarætt at kava niður á vrakið, sum liggur á meiri enn 90 metra dýpi. Lagt til rættis Malan Johansen. 1. nov Alla halganna dagur er í dag og í tí sambandi endursenda vit sendingina Jólaskipið í Fugloyarfirði , sum er fra 1993. Í des. 1941 fórst Jólaskipið í Fugloyarfirði. Farmaskipið Southerness var á veg úr Onglandi til Føroya við jólafarmi, tá tað brádliga sakk í Fugloyarfirði. Zacharias Hammer hittir fugloyingar og svínoyingar sum sóu tilburðin. Hon hevði nakað at liva upp til. Grease lagið You re The One That I Want streyk inn á fyrstaplássið í báði USA og Bretlandi. Summer Nights hevði eisini verið ein eittari í Bretlandi, og Hopelessly Devoted To You megnaði Top 5 í báðum londum. Plátubarrin 2. novembur 2019. Carrie Lam, forsetin í Hong Kong, fer komandi vikuna til Kina at kanna, hvussu tað kann gerast lættari hjá borgarum í Hong Kong at flyta til Kina. Tað skrivar Reuters. Hóast ógvuslig mótmæli hava verið í Hong Kong seinastu mánaðirnar, sum venda sær í móti Kina, so ætlar Carrie Lam at styrkja samstarvið við Kina. Hon vil gera tað lættari at flyta til Greater Bay Area í Suðurkina at búgva og arbeiða, umframt at tað skal verða lættari at flyta vørur millum Hong Kong og Kina. Lam hevur longu hitt arbeiðsbólkin, sum skal menna Greater Bay Area í Suðurkina, tvær ferð áður. Nú skal hon so aftur samráðast við tey í Beijing. Tey vilja eggja ungum íverksetarum at búseta seg serliga í Greater Bay Area. Ætlanin er, at fólk skulu sleppa undan at gjalda skatt, um tey flyta higar. Tá alt hevur lagt seg í Hong Kong, fer landið Kina at vera har fyri at hjálpa við góðum tiltøkum, serliga í Greater Bay Area, segði Lam í august mánaði. Tað er ikki eitt ókent fyribrygdi í øðrum londum, at fólk, sum verða dømd fyri at gera seg inn á børn kynsliga, verða skrásett, og nøvn teirra verða almannakunngjørd. Í einum grein 52. fyrispurngini til løgmann, leggur tingmaðurin upp til, at møguligt skal vera ikki einans at almannakunngera navn hjá dømdum, men eisini at taka passið frá teimum. Vit hoyra alt ov ofta, hvussu lina revsing misbrúkarin fær, og at hesin fær nakrar fáar mánaðir at sita revsingina av sær. Í mongum førum ganga nógv ár, frá tí at misbrúkið er farið fram, til tað verður avdúkað. Málið er tískil ofta fyrnað, og eingin dómur verður sagdur. skrivar tingmaðurin í grein 52. fyrispurninginum og vísir til, at eitt nú í Australia verður passið tikið frá fólki, sum verða dømd fyri at gera seg kynsliga inn á børn. Íslendski formansskapurin hevur avgjørt, at í 2020 skal dentur leggjast á at verja fólkaræðið við at vinna á Fake News, at verja lívfrøðiligt margfeldi og at styrkja kunnleikan um norðurlendsk tungumál. Viðvíkjandi Fake News fer Ísland at kanna, hvussu myndugleikar, politikarar, sivilsamfealgið og aðrir samfelagsstovnar kunnu fyrihalda seg fyri villleiðandi kunning. Ísland fer eisini at kanna, hvønn leiklut norðurlendska samstarvið kann hava í stríðnum móti følskum tíðindum og í at verja fólkaræðið. Triðja økið, sum Ísland og nýggi forsetin leggja dent á, er málfatanin í Norðurlondum. Kanningar vísa, at norðurlendingar hava alsamt verri við at skilja hvønn annan, bæði í skrift og í talu. Brexit flokkurin hevur 600 valevni til valið, og Nigel Farage, ið hevur verið ein av oddamonnunum í stríðnum at fáa Bretland úr ES, stillar ikki upp aftur, men fer at hjálpa teimum at verða vald, sigur hann við BBC. Nigel Farage hevur verið heitur fortalari fyri einum sokallaðum hørðum Brexit, uttan avtalu. Hann hevur seinasta árið funnist hvassliga at bæði Theresu May og Boris Johnsson fyri teirra royndir at fáa eina avtalu í lag. Jens Berthel Askou hevur seinastu árini verið venjari í donskum fótbólti. Hann vandi Vendsyssel í donsku superliguni, men hevur eisini verið venjari hjá Skive IK og Thisted FC í næstbestu deildini í Danmark. Áðrenn hann gjørdist venjari, spældi hann sjálvur í Danmark, Turkalandi og Onglandi við Norwich City. Nú skal hann vera venjari hjá HB. Tað boðar felagið frá í tíðindaskrivi. Til spurningin hví hann hevur valt at taka við starvinum sum høvuðsvenjari, sigur Berthel, at hetta er ein spennandi avbjóðing. Bæði sum venjari, men eisini persónliga fyri hann, at royna okkurt øðrvísi. Mótmælisgongur vóru aftur ymsa staðni í Hong Kong í dag, millum annað í handilsmiðstøðini CityPlaza, har fýra mótmælisfólk vórðu særd, tá ein maður leyp á við knívi, skrivar South China Morning Post. Carrie Lam, forseti í Hong Kong, tók uppskotið aftur, men mótmælini eru síðani farin at snúgva seg um frælsið hjá íbúgvum í Hong Kong, og millum annað um fólkaræði og valrætt. Politisk ósemja var millum mótmælisfólkini og vápnaða mannin í dag, sum síðani særdi fýra fólk við knívi. Mótmælisfólk smurdu mannin av aftaná. Nýggi tingmaður sambandsfloksins, Jaspur Langgaard, hevur sett landstýrinum fyrispurning um at herða revsingina fyri pedofili, millum annað við at almannakunngera nøvn hjá teimum persónum, sum eru dømdir fyri pedofili og at taka passið frá teimum. Um fólk vita, at ein persónur, sum er dømdur fyri pedofili, býr í nærumhvørvinum, so kunnu tey betur verja síni børn frá hesum persóni, og tað fyribyrgir, at dømdi persónurin ger seg inn á onkran annan, sigur Jaspur Langgaard. Tá ið revsingin verður ásett, skulu umstøðurnar roknast sum skerpandi, um gerningsmaðurin hevur skaffað sær samlegu við at gera sær dælt av síni kropsligu ella sálarligu yvirvág. Jaspur Langgaard heldur, at revsingin fyri pedofili er ov lin í Føroyum, og sigur, at vit ofta hoyra, at misbrúkarin fær nakrar fáar mánaðir at sita revsingina av sær. Bergtórur Hjelm Bjarkhamar, prestur, prædikar, og Theodor E. D. Olsen, prestur, hevur barnadóp. Deknur Johnhard Kleyttheyggj. Klokkari Eli Joensen. Urguleikari Albert Pætursson. Ragnar Olsen spælir gittar. Tøkningur í kirkjuni Sámal Jákup Jakobsen. Í studio Leivur Thomsen. Og eftir prædiku 245 Her við strendur hevur staðið 353 Harrin rættir út sín arm 358 Guð faðir hann veri nú verndari tín 643 Vit fyri alt hitt halga kristna lið Løgreglan handtók seinnapartin í gjár tveir menn í Vágum. Løgreglan fekk fráboðan um, at tveir menn vóru brotnir inn í eini hús við tí fyri eyga at gera skaða á ein triðja mann, sum var í húsinum. So mikið álvarslig var trætan millum hesar, at knívur var á lofti. Maðurin í húsinum fekk onkran smávegis skaða, men var ikki stungin av knívinum. Ógreitt er, hvat ósemjan snúði seg um. Báðir menninir eru avhoyrdir, og løgreglan hevur gjørt av, at annar maðurin verður grundlógaravhoyrdur, helst seinni í dag, við tí fyri eyga at varðhaldsfongslað mannin. Fyri uttan hetta mál, so hevur løgreglan havt nógv at gera um vikuskiftið, serliga við avdotnum fólki, larmi og harðskapi í býnum. Ein 18 ára gamal maður í bili, var eisini handtikin í morgun. Tá løgreglan steðgaði honum í bili, vísti tað seg, at hann hevði koyrt til Havnar, og hann hevði einki koyrikort. Løgreglan rannsakaði bilin og fann eina lítla nøgd av rúsevnum í bilinum. Maðurin verður skuldsettur fyri brot á lógina um rúsandi evni. Slímállur finst allastaðni rundan um oyggjarnar á einum serligum dýpi, men føroyingar hava sum skilst ongantíð fiska slímáll ella súgáll, sum hann eisini verður kallaður. Állurin verður fiskaður við rúsum. Hesar fyrstu túrarnar hevur Borðoyanes landað hjá Havsbrún, sum hevur gjørt mjøl burtur fiskinum, men slímállur verður roknað sum delikatessa, serliga á koreansku hálvoynni, og tað er við hesum marknaði fyri eyga, at Borðoyarnes er farið undir hesa roynd. Amerikanar og koreanar hava áður fiskað slímáll. Men sum skilst, so er fiskiskapurin minkaður, og tí er eftirspurningurin eftir fiskinum vaksin í fjareystri. Tíggju rakettir vórðu sendar móti Ísrael seint fríggjakvøldið. Átta av rakettunum vóru steðgaðar av anti rakettverjutiltøkum, meðan tvær rakettir raktu mál í Ísrael. Eingin kom til skaða. Sambært palestinenskum myndugleikum, hevur ein latið lív, og tvey eru særd í álopunum. Eingin hevur tikið ábyrgdina fyri tær tíggju rakettirnar, men sambært talsfólki fyri Ísraelsku stjórnina, stendur Hamas aftanfyri. Mótmæli hava verið framvið markinum millum Gazageiran og Ísrael móti stongslinum av Gazageiranum seinastu tíðina, sum er settur í verk av Egyptalandi og ísrael og er neyðugur fyri at fyribyrgja, at Hamas og aðrir felagsskapir fáa hendur á vápnum. Sambært heilsustarvsfólkum vóru fleiri fólk særd av skotum fríggjadagin í sambandi við mótmælini, skrivar altjóða tíðindastovan Al Jazeera. Spurnartekn verða millum annað tí sett við, um álopið hevur eitt innanríkispolitiskt endamál. Hesum vísir ST sendimaður ísraels Danny Danon aftur. Í sendingini hoyra vit tónleik fyri klarinettkvartett eftir Pierre Max Dubois, Terrence Thompson, Graham Fitkin og Astor Piazzolla. Fleiri tíggju túsund mótmælisfólk savnaðust í Bagdad í gjár og blokeraðu vegir og havnarlagið í eini roynd at fáa stjórnina at leggja frá sær. Vit vilja hava sertrúarstjórnina og sertrúarflokkar avtiknar og vilja hava eina forsetaskipan. Harafturat vilja vit ikki hava, at onnur lond blanda seg uppí viðurskiftini í Irak, sigur 22 ára gamli Abdulrahman Saad, sum er ein av mótmælisfólkunum. Mótmæli hava verið í Tahrir Square í miðbýnum í Bagdad í fleiri vikur, men seinastu dagarnar eru nógv fleiri fólk løgd afturat mótmælisfólkunum. Um dagin eru mótmælisfólkini lutflasliga friðarlig, men um kvøldið verða tey ógvusligari, og løgreglan hevur verið noydd at nýta táragass og gummikúlur, sambært løgregluni sjálvari. Nýggja lógin er umfatandi og hevur fleiri enn 1000 ásetingar. Hon inniheldur eitt nú reglur um, hvussu rættarmál í Føroya Rætti skulu viðgerast, um uppgávur hjá advokatum og um arbeiðið hjá politinum og ákæruvaldinum í revsimálum. Í mun til galdandi lóg, sum við fáum broytingum er frá 1988, verður lógin gjørd tíðarhóskandi, skrivar Løgmansskrivstovan í tíðindaskrivi. Rættargangslógin er felagsmál, og tá ið vit hava felags rættarskipan haldi eg, at tað er bæði skilabest og mest skynsamt, at vit í Føroyum hava somu reglur sum í Danmark. Um hálvgum tólv tíðina í kvøld rendi uppsjóvarskipið Arctic Voyager, sum er heimahoyrandi í Hvalba og fiskar av menningarkvotu, á land í Fuglafirði. Arctic Voyager hevði landað í Fuglafirði, og okkurt bendir á, at skipið hevur havt nógv ferð, tá tað fór á land, tí tað fór langt upp á helluna. Sambært keldum á staðnum, so var eingin mansskaði, og tað letur til, at skipið er sloppið rættiliga væl frá tilburðinum, tí sjógvur er bara komin inn í tað, sum sjómenn rópa astikrúmið. Hetta er eitt rúm heilt frammi í gron við sjálvt kúlustevnið. Skipið hevði júst landað og á var á veg avstað, tá tað á rendi á land. Brimil var staddur á Fuglafirði tá Arctic Voyager fór á land, og bjargingarbáturin Ziska var eisini skjótur á staðnum og hjálpti til. Tað vóru bara fýra mans umborð á Arctic Voyager, tá hann sigldi á land, og teir kláraðu uttan hjálpt at fáa skipið avaftur. Sambært keldum á staðnum, so var eingin mansskaði, og tað letur til, at skipið er sloppið rættiliga væl frá tilburðinum, tí sjógvur er bara komin inn í tað, sum sjómenn rópa astik rúmið. Hetta er eitt rúm heilt frammi í gron við sjálvt kúlustevnið. MRCC upplýsir í morgun, at kavarar fóru niður at kanna botnin beinavegin, og aftur nú í morgun eru teir niðri fyri at kanna botnin nærri. Arctic Voyager er heimahoyrandi í Hvalba. Skipið fiskar bæði svartkjaft, makrel og sild. Tað mesta er menningarkvotur, og skipið hevur 13 ymisk fiskiloyvi. Fyrimunirnir eru nógvir við at veita børnum og ungum eitt frístundarkort, so at tey at kalla kunnu ganga til tað frítíðarvirksemi, sum teimum lystir, sigur Andras Nolsø, ítróttaráðgevi hjá ítróttasambandinum. Bøkurnar hanga saman á tann hátt, at tær eru frá sama tíðarskeiði, men tað eru ymsir persónar í bókunum, sum eru skrivaðar upp ímóti hvørjari aðrari, sigur Carl Johan Jensen. Tann fyrra, Sær, snýr seg um at fylgja sínum útlongsli og finna heimaftur. Hendan snýr seg um ein persón, sum er føddur í einum ónevndum føroyskum fjarðarbotni, og hann fer ongan veg. Vit tosa við Carl Johan um nýggju bókina, um hansara sermerkta skrivingarlag, og hví hann hevur verið so úrtøkumikil seinnu árini. Rolf Lidberg skrivaði søguna Tvey forlipt. Jákup í Skemmuni týddi til føroyskt. Kjartan Hasnen lesur. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2006. Petur Hans Dahl, Heðin Kambsdal, Tórbjørn Jacobsen, Óli Mortensen, Vár Erlingsdóttir Eidesgaard, Jón Bjarnason, Rókur í Jákupsstovu, Andras Nolsøe. Við tað at fleiri av gerandishendingunum, sum sagt verður frá, fóru fram fyri nærum 100 árum síðani, er nógv bæði øðrvísi og hugtakandi at hoyra um. Í hesum sendingum siga fólk frá ymiskum, teimum hevur verið fyri í barna og unglingaárum í eini tíð, tá ið Føroyar vóru annað oyggjasamfelag, enn tær eru í dag. Við tað at fleiri av gerandishendingunum, sum sagt verður frá, fóru fram fyri nærum 100 árum síðani, er nógv bæði øðrvísi og hugtakandi at hoyra um. Millum manna fekk hesin býlingurin úti í Grønlandi heitið Kardumummubýurin, tí júst um tað mundið býlingurin kom upp, var hoyrispælið Fólk og dólgar í Kardamummubýnum , sum Eyðun Johannesen leikstjórnaði, sent í Útvarpinum. Danberg og Joensen, sum stykkjaði út og bygdi, gjørdi av at øll húsini skuldu vera reyð við hvítum vindeygum og grønari tekju. Soleiðis er tað framvegis. Jógvan Amonsson, sum nú eigur barnaheimið, sigur at tað er so veðurgott í Kardumummubýnum, at tað einasta sum hendi tá ódnin var í 1988 var, at skrellistativið koppaði. Tey flestu fluttu inn fyrrapartin í sekstiárunum, og tá vóru øll stykkini planerað og klárt var at gera urtagarð. Ovara hæddin var fullkomiliga liðug. Har vóru trý kømur, køkur og stova. Seinni hava nógv innrættað kjallaran. Í býlinginum er ein hárfríðkanarstova, Meraki. Vivian Unadóttir sigur, at fyri seg er tað praktist at hava arbeiðsplássið í kjallaranum, tí hon eigur trý børn. Hon sigur, at nógv havnarfólk vita ikki hvar Kardumummubýrurin er og tey eru bilsin tá tey koma higar. Og børn samanbera ofta býlingin við Lønneberg, har Emil býr, tí her eru húsini eisini reyð við reyðum trægarði og hvítum vindeygum. Eigil Lyngsø, sum var kendur barberur í býnum, býr eisini í Kardumummubýnum. Tey fyrstu árini arbeiddi hann undir Sjómansheiminum í Vágsbotni og síðani hevði hann í mong ár klippistovu undir Hafnia. Hann sigur, at tað var áhugavert tá menn komu til Havnar við gomlu postbátunum. Tá komu teir at klippa sær og hann frætti nógv tíðindi úr bygdunum. 94 ára gamli Heri Mohr hevur búð í Kardumummubýnum síðani 1964 og her býr hann framvegis. Hann sigur, at her hevur verið eitt livandi og gevandi grannalag. Nú býr Heri í kjallaranum hjá dóttrini Maluni, sum saman við manninum Jógvan Dahl hevur keypt barnaheimið. Malan Mohr sigur, at tað var trygt og gott at vera barn í Kardumummubýnum, tá hon vaks upp her. Allar mammurnar vóru heima og børnini spældu í býlinginum frá morgni til myrkurs. Nevndin, sum skipaði fyri spølunum hjá børnunum, hevði navnið KMB og tey skrivaðu gerðabók, sum framvegis er til. H úsini hjá skemtaranum Jákupi Veyhe eru við Torfinsgøtu, men eru samstundis portrið inn til Kardumummubýin. Jákup sigur okkum søgur um abban, sum hevði sama navn og átti húsini. Hann var kemiskur sevilverkfrøðingur og gjørdi nógvar áhugaverdar royndir. Í kjallaranum her verður søgan um Mórugøtu í Barnaútvarpinum skapt. Jóna Hvannastein og familjan eru nýggjastu íbúgvarnir í Kardumummubýnum. Hon heldur at tað er deiligt, at tað er so friðaligt, hóast tað er stutt oman í býin tá tiltøk eru í miðbýnum. Tað er eisini stutt til vøggustovu, barnagarð og skúla. Beint nú er Jóna í barnsburðarfarloyvi, Hon hevur eina dóttir sum er fimm vikur. Hinar báðar genturnar eru 3 og 7 ár. USA hevur nú alment tikið seg úr veðurlagsavtaluni. Fyri trimum árum síðani samtyktu ST londini avtalu, sum álegði teimum at arbeiða fyri at avmarka alheims upphitingina. Sambært avtaluni skulu londini eisini áseta felags mál, ið skulu tryggja, at alheimsupphitingin í mesta lagi hækkar við tveimum hitastigum. Amerikanski forsetin, Donald Trump, boðaði fyri tveimum árum síðani frá hesum, men av tøkniligum orsøkum bar tað ikki til fyrr enn nú. Í avtaluni stendur, at einki land kann fara úr avtaluni fyrstu trý árini. USA fer úr avtaluni 4. november 2020, sum er fyrsti dagur loyvt er at fara úr avtaluni. Trump segði í fjør, at veðurlagsavtalan er órættvís fíggjarlig byrða hjá USA. Forsetin hevur eisini verið jaligur fyri amerikanska kol og gassídnaðinum, og hevur lovað at gera USA til orkusuperveldi. At heimsins størsti búskapur nú fer úr Parísavtaluni er afturstig fyri ST veðurlagssamstarvið, men higartil hevur einki annað land gjørt, sum USA. Brasilia er framvegis við í avtaluni, hóast forsetin, Jair Bolsonaro, hevur sagt, at hann ikki trýr uppá veðurlagsbroytingina. Eisini Kina og India taka framvegis undir við avtaluni. Tey eru annars kend fyri at ikki at føra veðurlags vinarligan politikk. Eftir Kina er USA tað landið, sum útletur mest koltvísúrni. USA stendur fyri 15 prosentum av heimsins veðurlagsútálti, skrivar Reuters. The construction firm contracted to build the flats will be allocated 6,700 square metres of land in the Millum Horna district, near Norðasta Horn, in compensation for the 3,800 square metres in the undir Kongavarða district. Nicolina Æðustein Poulsen fekk ein heilabløðing. Hon lá illa sjúk í nakrar dagar á Landssjúkrahúsinum. Meðan hon lá í tungum svøvni, sigur hon, at einglar komu eftir sær og leiddu seg inn í stásilig høli, har øll tey, sum undan vóru farin, heilsaðu henni vælkomnari. Eisini hennara sonur, ið doyði tvey ára gamal, var har. Tá hann vann sær heilsubót aftur, segði hon frá hesi hendingini til eina, sum dugdi væl at tekna. Hesar myndir lógu á útvarpsborðinum, meðan samrøðan varð tikin upp. Hjáorðið, uttan, hevur nógvar ymiskar merkingar, og sum oftast saman við einari fyriseting. Uttan fyri, uttan á, uttan um, uttan eftir. Uttara síða, útsíða, uttarumegin. Men seinastu árini er tað vorðið alt vanligari at siga uttan í staðin fyri við ongum . Við ongum viti og uttan vit, við ongum sukri og uttan sukur. Við ongum er vorðið knortlut So vanligt er tað blivið at siga uttan heldur enn við ongum, at nógv eru farin at halda, at tað ljóðar løgið og knortlut at siga við ongum . Havið hevur leingi verið hildið at vera ein ótømandi kelda, men í dag vita vit, at nógv havøki eru oyðin, og at aðrastaðni gongur skeiva vegin eisini. Í Noregi eru ævintýrdagar hjá arkitektum, sniðgevum og teimum, sum gera innbúgv. Allar skrivstovur hjá statinum skulu broytast. Tað snýr seg um opin rúm, ruddilig borð og frítt at sita, hvar tú vilt. Men hví tað Mouk er ein avbera fitt røð. Røðin byggir á bøkurnar, sum rithøvundurin Marc Boutavant hevur skrivað. Mouk og besti vinmaður hansara Chavapa ferðast ymsastaðni í verðini og eru hugtiknir av mentanini og øllum tí, sum eyðkennir hvørt einasta stað. Frá Ouagadougou til New York, frá Australien til Madagaskar og Grikkalands. Teir súkkla og hitta nógv áhugaverd fólk allastaðni, og so fara teir inn á netið og fortelja vinfólkunum heima um alt, sum teir uppliva. Sára og Dunna er ein teknirøð frá BBC. Hon snýr seg um sjey ára gomlu Sáru og hennara besta vin Dunna. Vit fylgja teimum á ymiskum ævintýraferðum. Í Snipp snapp eru teknifilmar, ið eru ætlaðir smáum børnum. Hesaferð eru teknirøðirnar Sára og Dunna, Elias og L fyri lomb. Snipp snapp er hvørt mikukvøld, og hóskvøld og leygarkvøld og sunnumorgnar. Reggae hevur sín uppruna í Jamaica í sekstiárunum og spretti burtur úr Ska tónleikinum, sum eisini er úr Jamaica. Miðskeiðis í sekstiárunum eggjaðu framleiðararnir Duke Reid og Coxsone Dodd tónleikarar í Jamaica at seta tempoið á Ska tónleikinum niður, og tað bleiv fyrst til Rocksteady tónleikastílin, sum síðan bleiv til reggae. Men Reggae ber eisini brá av Rhythm og blues, jazz, calypso og so siðbundna mento tónleikinum. Orðið reggae er úrdráttur frá rege rege , sum er orðafelli í Jamaica, sum merkir kloddut klæði, og vísir til, at tónleikastílurin var eitt sindur kloddutur. Eyðkent fyri reggae er seigliga tempoið og off beat rútmurnar, sum gittarin ofta spælir, tí í reggae eru trummurnar og bassurin leiðandi ljóðførini í reggae. Reggae er kent fyri at viðgerða sosial viðurskiftið kritiskt, men so hvørt tóleikasjangran mentist, so bleiv hennara tilknýti til Rastafari rørsluna tættari. Hetta sæst eisini aftur í tekstunum, sum nógvir blivu meira andaligir, sjálvt um nógvir reggae sangir eisini snúgva seg um lættari evnir sum kærleika. Rastafari er bæði ein religiøs rørsla, men eisini ein sosial rørslan, sum upprunaliga var forsprákari fyri, at fólk av afrikonskum uppruna, sum vóru flutt úr Afrika móti teirra vilja, skulu sleppa at flyta heimaftur. Men Rastafari er kanska best kent fyri at eggja fólki til at roykja marijuana sum ein part av teirra trúgv. Minningardagur teirra sjólatnu var fríggjadagin, og sunnudagin var afturvendandi minnisgudstænastuna fyri børn, ið eru farin. Í hesum tematýsdegi viðgerða vit sorg, og hvønn týdning tað hevur, at vit minnast í felag. Vit tosa við Jákup Reinert Hansen, prest og lektara í kirkjusøgu, um hvør søgan handan almennu minningarhaldini er. Deyðin og sorgin er ein grundleggjandi partur av prestaembætinum. Vit tosa við Jógvan Fríðriksson, bisp, um hvussu vit kunnu sættast við deyðan og liva við sorgini. Ein tann svárasta sorgin er at missa eitt barn. Jóhanna Andreasen, misti sonin Rói fyri 12 árum síðani. Vit tosa við hana um, hvussu man livur við sorgini og minnunum. Sorg broytist gjøgnum lívið, og fleiri leita sær hjálp í sorgarbólkum langt aftaná, at tey hava mist. Tað sigur Margret Mortensen, psykoterapeutur, sum hevur sorgarbólkar fyri vaksin. Í Meksiko og fleiri øðrum spanskttalandi, katólskum londum, minnast tey teirra deyðu á ein rættiliga ørðvísi hátt enn í Føroyum. Vit tosa vit Jón Durhuus, ið býr í Meksiko. 31. oktober 1999 hendi ein sorgarleikur umborð á fiskiskipinum got, sum kravdi eitt mannalív. Vit tosa við familjuna um sorgina, og tað at minnast í felag. Tey flestu kenna til tað at missa ella til sorg, men tað er ymiskt, hvussu vit liva við sorgini. Mátin vit handfara sorgina uppá, hevur eisini broytt seg gjøgnum tíðirnar, sigur Margret Mortensen, sum er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og psykoterapeutur. Hon fór í 2012 undir at hava sorgarbólkar fyri vaksin. Margret vísur á, at sorgin eisini kann broytast gjøgnum lívið, og tí leita fleiri sær hjálp í sorgarbólkum langt aftaná, at tey hava mist. Hon heldur, at tað hevur stóran týdning, at vit minnast tey, ið farin eru, og tosa um sorgina. Veðrið var av tí ringasta, tá línuskipið got, hin 31. oktober 1999, fekk ein sjógv, sum hevði við sær, at skiparin, Pól Eyðfinn Poulsen, lat lív. Í hesari frásøgnini hitta vit foreldrini hjá Pól Eyðfinni, got og Óla Poulsen, og beiggja Pól Eyðfinn, Eyðstein, sum eisini var við skipinum hendan lagnutúrin. Hvussu minnast tey hesa hendingina, hvussu handfer tú sorgina, og hvønn týdning hevur tað, at vit sum samfelag minnast í felag Tú kanst hoyra frásøgnina her Lønirnar í fiskivinnuni svinga frá 329.000 um í miðal um árið til góðar tvær milliónir. Hagstovan má rokna skeivt, sigur Jan Højgaard formaður í Fiskimannafelagnum, hóast tølini koma frá Fiskimannafelagnum. Negativa rentan kann vara í eini 10 ár aftrat vit vita ikki hvat tað merkir, sigur Malan Johansen, landsbankastjóri. Á nýggjárinum fáa pensionistarnir 580 krónur meira um mánaðin. Beate L Samuelsen, forkvinna í Pensionistafelagnum kundi hugsað sær, at Jørgen Niclasen helt vallyftið um at geva pensionistunum 2000 aftrat um mánaðin at liva fyri. Búskaparfrøðin kemur við skeivum tølum um, hvat fiskimenn forvinna í dag. Tað siga Jan Højgaard og Annfinnur Garðalíð, ið sita í stýrinum fyri Trygdargrunni Fiskivinnunnar. Men teir báðir vilja ikki útflýggja tað, teir siga, eru røttu tølini. Annika Olsen fegnast um batarnar, men harmast um, at landið sendir kommununum ein part av rokningini uttan fyrst at hava tosað við tær. Skattafrádrátturin kostar 24 milliónir krónur í mistari skattainntøku næsta ár, og 48 milliónir krónur í 2021. Landskassin ber helvtina av kostnaðinum, meðan kommunurnar bera hina helvtina. Hon hevur nú á øðrum sinni lagt fram lógaruppskot um gjøgnumskygni í privatan stuðul til politisku flokkarnar. Hóast hon metir uppskotið hava týdning, so valdi hon ikki at leggja tað fram, tá hon sjálv sat í samgongu. Vit fara at hjálpa ungum, føroyskum tónlistafólkum at verða búgvin og til reiðar til at útflyta tonleik. Tað sigur Fred Ruddick, nýsetti leiðarin á føroysku tónleikaútflutningsstovuni, FMX. Løgtingsformaðurin biður samstundis um at lækka játtanina til at keypa útbúnað 1,3 milliónir krónur, tí minni verður brúkt í hesum fíggjárinum. Sostatt er uppskotið um eykajáttan útreiðsluneutralt. Hin umbønin er frá Ingilín Didriksen Strøm í Javnaðarflokkinum um 2,4 milliónir krónur til spilloljuverkið hjá IRF. Av tí at ein keypari tók seg aftur fyrr í ár, hava inntøkurnar hjá verkinum ikki verið tær somu sum undanfarin ár. Tí vanta 2,4 milliónir krónur í, tað sum er eftir av hesum árinum. Fyri fyrstu ferð í hesum valskeiðinum eru ófráboðaðir fyrispurningar til landsstýrið á dagsskránni í dag. Tingfundir eru í dag, í morgin og fríggjadagin. Tingfundurin í dag byrjar klokkan 11 fyrrapartin. Løgtingið fer í dag at viðgera eitt uppskot frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinnu í almannamálum, um almennar pensjónir. Eftir galdandi lóg ber til at søkja um fyritíðarpensjón í tí landinum, tú býrt í, men flytur tú millum Føroyar, Danmark og Grønland, ber ikki til at fáa fyritíðarpensjónina við. Neyðugt er at søkja av nýggjum. Endamálið við lógaruppskotinum er at minka um markaforðingar, tá fyritíðapensjónistar flyta millum londini. Til tess at røkka endamálinum, skal sama skipan setast í gildi í øllum trimum londum, soleiðis at fyritíðarpensjónistar hava somu rættindi, sama hvørjum landi teir flyta úr og til. Ongin fyritíðarpensjónistur er hesi árini fluttur millum Føroyar og Grønland. Tí eru fíggjarligu avleiðingarnar sera avmarkaðar, stendur í viðmerkingunum til upskotið. Føroyar hava havt eina einvísa skipan um trý ára skiftistíð, har fyritíðarpensjónistur kann varðveita fyritíðarpensjón úr Føroyum, tá flutt verður til Danmarkar ella Grønlands. Í framtíðini verður skiftistíðin í mesta lagi eitt ár. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur skjýtur upp, at lógarbroytingin kemur í gildi á nýggjárinum. Rúna Ingunardóttir, Gunnar Nolsøe, Kári Olsen, Jógvan Arge, Jan Toftegaard, Suni Merkistein, Vivian Johansen, Gunn Reginsdóttir Hammer, Kristianna Mortansdóttir, Maiken Skarðenni. Rúna Ingunardóttir, samskipari hjá Barnabata, sigur, at eitt tað týdningarmesta er, at vaksin viðurkenna, at børn ikki skilja í millum talgilda heimin og heimin á gøtuni. Tey eru fødd inn í báðar Síðan sjeytiárini, hevur graml gingið um, at Ringo Starr skuldi hava forfedrar úr Føroyum. Morgunsendingin hevur roynt at kanna, um so er, men nógv bendir á, at Ringo Starr einki tilknýti hevur til Føroyar. Endamálið við lívlangari vegleiðing er, at vegleiða fólki í øllum aldri at menna seg. Hettar verður seg útbúgvingarliga og starvsliga út frá tí støðu, hvør einstakur er í. Tey, ið starvast á Vegleiðingarstovuni meta, at lívlong vegleiðing kann eisini hava gagnliga ávirkan á búskapin í samfelagnum. Tá fólk hava møguleika at fáa vegleiðing innan val av yrki, um tey gerast arbeiðsleys ella ynskja at broyta lívsleið, kann vegleiðing føra við sær, at tey koma skjótari í gongd við tað, tey ynskja, til gagn fyri tann einkulta, arbeiðsstaðið og samfelagið sum heild. Nógv fara gjøgnum útbúgvingarskipanina og út á arbeiðsmarknaðin á sjálvstøðugan hátt, men onnur hava tørv á at tosa við ein vegleiðara, tá tey skulu velja. Á útbúgvingarstovnunum eru tilboð um vegleiðing. Tó kann verða neyðugt at søkja sær vegleiðing aðrastaðni eitt nú á Vegleiðingarstovuni, sum eisini er eitt tilboð um vegleiðing um útbúgvingar og arbeiðsmarknaðarmøguleikar til tey, ið ikki eru knýtt at útbúgvingarskipanini. Tað er neyðugt at kunna leita sær vegleiðing og fáa svar upp á spurningar og ivamál í sambandi við lesnað, broytta arbeiðsleið, førleikamenning ella val av lívsleið alt sera týdningarmikil stig í lívinum. Hetta sigur Kristianna Mortansdóttir, verkætlanarleiðari á Vegleiðingarstovuni. Verkini hjá Landsverki, sum gera skerv og asfalt, hava tørv á tíggjutals milliónum krónum næstu tvey árini, vísir ein støðulýsing frá Landsverki, Kringvarpið hevur fingið innlit í. 82 milliónir krónur. Tað er tað, sum Landsverk hevur tørv á næstu tvey árini, fyri at halda tey fimm framleiðsluvirkini hjá stovninum koyrandi. Tað sæst í einari støðulýsing hjá Landsverki, sum varð gjørd í mars í ár. Framleiðsludeildin hjá Landsverki hevur fimm framleiðslur tríggjar av gróti og skervi og tvær av asfalti. Størsta avbjóðingin hjá hesum virkjunum í dag er, at tey eru øll sum eitt niðurslitin. Í februar í ár var forknúsarin á virkinum á Hústoft á Lambareiði steðgaður av trygdarávum. Landsverk skrivar í støðulýsingini, at tað er bara ein spurningur um tíð, áðrenn næsti steðgur er. Sambært støðulýsingini kunnaði Landsverk Samferðslumálaráðið um bráðfeingistørvin í september í fjør. Støðan á Landsverki hevur seinastu árini verið merkt av ruðuleika. Glasir kostaði 100 milliónir meira enn ætlað. H bygningurin á Landssjúkrahúsinum kostaði 152 milliónir meira enn ætlað. Asfaltsverkið á Sundi kostaði 48 milliónir krónur hóast eitt nýtt virki hevði kostað minni enn helvtina. Og hesi trý málini eru send til fútan, ið skal taka støðu til, um ákæra kann reisast í málunum. Meðan fútin tekur støðu til tey trý stóru málini Glasir, H bygningin og Asfaltverkið so eru nógvar ábendingar um, at fleiri trupulleikar eru áveg. Útvarpið hevur fyrrapartin roynt at fáa viðmerking frá stjóranum á Landsverki, Sigurdi Lamhauge, men tað eydnaðist ikki til tíðindasendingina á døgurða. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, sigur, at hann bíðar eftir nýggjari støðulýsing frá Landsverki, áðrenn hann tekur støðu til, hvat gerast skal. Útróður er lønsamur vinnuvegur, men skalt tú liva av at rógva út, so mást tú vera til reiðar at ofra vanliga gerandisdagin, sum fólk taka sum eina sjálvfylgju í dag. Tað sigur í øllum førum 30 ára gamli Per Hansen av Glyvrum, sum síðsta árið hevur róð út burturav við bátinum Kongasteini. Spurningurin, sum nógv seta sær, er, um Per Hansen er partur av síðsta ættarliðnum av útróðrarmonnum, tí útróður, sum vinnuvegur, er við at doyggja út Ella um Per Hansen er tann fyrsti av einum nýggjum ættarliðið av útróðrarmonnum, nú tað frættist, at fleiri velja at rógva út burtur, nú fiskiskapurin er góður Tað hevur fingið fleiri av hoyringarpørtunum at vísa á sína ónøgd við stuttu hoyringarfreistina, at lógaruppskotið um at broyta fiskivinnulógina var so stutt til hoyring. Felagið fer tí staðiliga at vísa á, at fyri at fáa eitt so gott lógaruppskot sum gjørligt, má neyðuga tíðin verða sett av til viðgerðina, herundir tíð til hoyring, skrivar Arbeiðsgevarafelagið. Føroya Reiðarafelag tilskilar sær rættin at senda Vinnunevndini ella Fiskimálaráðnum fleiri viðmerkingar seinni, tí hoyringarfreistin var so stutt, og Fiskivinnuráðið vísir á, at uppskotið ikki hevur fingið viðgerðina, tað hevur uppiborið. Umframt Vørn, Føroya Arbeiðsgevarafelag, Føroya Reiðarafelag og Fiskivinnuráðið, hava eisini Felagið Nótaskip, Búskaparráðið og Umhvørvisstovan gjørt viðmerkingar um stuttu hoyringarfreistina. Norska løgreglan kannar nú, um norska verjan og norska sjóverjan skulu revsast eftir at norska fregattin, Helge Ingstad, og maltesiska tangaskipið, Sola, stoyttu saman í Hjeltefjørðinum í Hordalandi í Noregi 8. november í fjør. 137 fólk vórðu flutt av Helge Ingstad, og átta fingu skaða. Fregattin gjørdist vrak av harða samanstoytinum. Fríggjadagin verður frágreiðingin frá skaðanevndini løgd fram. Norska TV2 avdúkaði í september at eingin var á vakt á fimm av støðunum á brúnni umborð á fregattini, sum tað átti at vera, tá fregattin sigldi inn í Hjeltfjørðin hesa náttina. Skaðanevndin staðfestir, at tað hevur týdning, at manningin á brúnni hevði skeiva fatan av hvussu støðan var, og helt tí, at oljutangaskipið Sola var farstøðin í Sture. Farstøðin kom í stýriborð. Tá útkikkarin varð liðugur at eta og fór aftur á brúnna, sá hann tástani, sambært TV2, at støðan var álvarslig. Frágreiðingin hjá skaðanevndini, sum verður løgd fram fríggjadagin, hevur í heyst verið til hoyringar hjá fleiri pørtum. Millum annað hava sjóverjan, reiðaríið, sum eigur tangaskipið, og sjey av manningini á brúnni á Helge Ingstad lisið frágreiðingina. TV2 skilir, at óhappið hendi av fleiri samanfallandi orsøkum, fleiri smærri mistøk ella vánaligt samskifti millum ymsu aktørarnar. Onnur enn manningin á fregattini hava eisini gjørt mistøk, sigur norska tv2. Arctic Voyager hevur væl av kvotu eftir at fiska. Tað hevur ikki borið til at fáa orðið á eigararnar, men Vørn upplýsir, at Arctic Voyager, eigur 195 tons av makreli, 1.119 tons av norðhavssild og 8.078 tons av svartkjafti eftir at fiska. Útvarpið ætlaði í dag at spyrja eigararnar, hvussu teir loysa tann spurningin, men teir taka ikki telefonina. Sum skilst, so fer tað at taka drúgva tíð at umvæla Arctic Voyager, hvussu drúgva, fæst ikki at vita, fyrr enn skaðin er kannaður. Arctic Voyager liggur við skipasmiðjuna MEST í Havn, og verður ikki tikin upp á bedingina fyrr enn í fyrsta lagi sunnudagin, segði stjórin á skipasmiðjuni, Mourits Mohr, við útvarpið í gjár. Um eigararnir ætla at fáa eitt annað skip til vega at fiska kvotuna, ella um teir fara at biðja okkurt annað føroyskt skip fiska kvotuna, er heldur ikki greitt. Rógvi Reinert, aðalstjóri í Fiskimálaráðnum sigur, at enn hevur ráðið ikki fingið nakra ítøkiliga umsókn frá eigarunum, og tí hevur Fiskimálaráðið einki at taka støðu til enn. Men hann upplýsir, at eginkvotur og kvotur sum eru keyptar á uppboðssølu, kunnu flytast um ár, og tí missir skipið neyvan kvoturnar. Svein og Synnøve vóru væl og virðiliga vaksin, áðrenn tey komu í gongd við lívið saman í Tussøy. Tí er tíðin avmarkað, um allir dreymar skulu førast út í lívið. Fregattin, Helge Ingstad, og maltesiska tangaskipið, Sola, stoyttu saman í Hjeltefjørðinum í Hordalandi í Noregi 8. november í fjør. 137 fólk vórðu flutt av Helge Ingstad, og átta fingu skaða. Fregattin gjørdist vrak av harða samanstoytinum. Nú eitt ár er liðið síðani samastoytin, er komið undan kavi, at alt ikki var, sum tað skuldi vera henda heystardag í 2018. Norska TV2 avdúkaði í september at eingin maður var á fimm støðunum á brúnni umborð á fregattini, sum tað átti at vera, tá fregattin sigldi inn í Hjeltfjørðin hesa náttina. Maðurin, sum hevði útkikk í stýriborð, var og skaffaði tað vil siga át, í messini ein minutt áðrenn samanstoytin. Skaðanevndin staðfestir, at tað hevur týdning í málinum, at manningin á brúnni hevði skeiva fatan av støðuni, og manningin helt tí, at oljutangaskipið Sola var farstøðin í Sture. Farstøðin kom í stýriborð. Tá útkikkarin varð liðugur at eta og fór aftur á brúnna, sá hann tástani, sambært TV2, at støðan var álvarslig. Frágreiðingin hjá skaðanevndini, sum verður løgd fram fríggjadagin, hevur í heyst verið til hoyringar hjá fleiri pørtum. Millum annað hava sjóverjan, reiðaríið, sum eigur tangaskipið, og sjey av manningini á brúnni á Helge Ingstad lisið frágreiðingina. TV2 skilir, at óhappið hendi av fleiri samanfallandi orsøkum, fleiri smærri mistøk ella vánaligt samskifti millum ymsu aktørarnar. Tað er ikki bara manningin á fregattini, sum hevur gjørt mistøk, tað hava onnur eisini, sigur norska tv2. Í 40 ár hevur hon vaskað í Hvalvíkar skúla. Fyrstu áleið 30 árini vóru tær tvær um uppgávuna, men seinastu árini hevur hon verið einsamøll. Ewald Kjølbro, sum higartil ikki hevur viljað gjørt samrøðu um leigusáttmálan um Asfaltverkið á Sundi, loysir nú frá posabandinum. Kringvarpið bað í síðstu viku um alment innlit í alt samskiftið, sum hevur verið í samband við málið um Asfaltverkið á Sundi bæði hjá Landsverki og hjá Fíggjarmálaráðnum, sum hevur yvirtikið Landsverk frá nú niðurlagda Samferðslumálaráðnum men vit hava ikki fingið nakað innlit enn. Nýggj skaldsøga, Jarðarferðin, eftir Jóanesi Nielsen kom út í síðstu viku Jóanes Nielsen kemur í Nón fyrst í sendingini. Mítt yndislistarverk er fastur táttur mentanarmikudagar, og í dag vitja vit Katrinu Lindenskov Holm. Í farnu viku boðaði stýrið fyri nýstovnaða føroyska tónleika útflutningsráðið frá, at Fred Ruddick er settur sum stjóri fyri útflutningsráðið. Vit hava hitt Fred fyri at frætta eitt sindur um, hvør hann er, og hvat hann metir at nýggja starvið inniber. Bókin Millumlandasiglingin ein nýggj byrjan er søgan um millumlandasiglingina, sum byrjaði við Smyrli í 1975, og sum helt á við Norrønu í 1983, samstundis sum bókin eisini er ein lívssøga um Óla Hammer. Vit hitta høvundin Sigmar Bláberg. Og vit enda sum vant mikudagar við Mentanarálmanakkanum. Tú kanst hoyra sendingina her Stutt er millum handilspolitikk og uttanríkispolitikk, og støðan gerst spentari og spentari í heimunum, har stórveldini støðugt taka sær vald gjøgnum handilspolitiskar snildir og íløgur. Samstundis, sum vesturheimurin roynir at halda russkisku bjørnini í armslongdarfrástøðu, er Russland við tíðini vorðið týdningarmiklasti handilspartnarin hjá Føroyum. Í 2018 fór ein knappur triðjingur av øllum føroyska útflutninginum til Russlands, hetta til eitt virði oman fyri tvær milliardir krónur. Nú eru Føroyar væl ávegis við samráðingunum um ein fríhandilssáttmála við Russland. Kina hevur eina strategi, um at vinna sær vald gjøgnum íløgur í infrakervi. Herfyri blivu teir steðgaðir á gáttini, tá teir skuldu fíggja byggingina av flogvallum í Grønlandi, og nú er kinesiska Huawei í ferð við at gera avtalu við almenna Føroya Tele, um at útbyggja 5G netið í Føroyum. Nakað, sum onnur lond hava valt frá. Vit spyrja, um Føroyar eru til reiðar at taka ímóti teimum ábyrgdum, ið størri ræði á uttanríkispolitiska økinum hevur við sær. Fleiri danskir politikarar síggja ein trupulleika í, at Føroyingar arbeiða við at gera betri handilsavtalur við millum annað Rusland. Eisini eru alsamt fleiri røddir frammi um, at tað kann vera ein trygdarpolitiskur trupulleiki at Huaway skal byggja 5G netið hjá Føroya Tele út. Danir sjálvir hava valt Ericson tí teir óttast at Kina fær ov stórt vald í Danmark. Skal føroyskur vinnupolitikkur passa inn í danskan uttanríkispolitikk tað spyrja vit Jenis av Rana, landsstýrismann í uttanríkismálum og Helga Abrahamsen, landstýrismann í vinnumálum um. Í Danmark og øðrum Evropeiskum londum mangla javnan fleiri sløg av heiligvági vit spyrja landsapotekaran, hvussu støðan er i Føroyum. Luttakarar í sendingini Michael Aastrup Jensen, framsøgumaður í uttanríkismálum hjá danska Vinstraflokkinum, Søren Espersen, framsøgumaður í uttanríkismálum hjá danska Fólkaflokkinum, Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum og Hjalti Gunnarstein, landsapotekari Árant Berjastein, skúlastýrislimur í Fuglafjarðar Skúla, hevur biðið stýrisformannin um eina almenna frágreiðing um málið um verkstovuna Bryd , sum varð avlýst í vikuni. Orsøkin er áheitanin hjá stýrisformanninum, Sofusi Gregersen, til skúlastjóran í Fuglafjarðar Skúla um at avlýsa verkstovuna Bryd , sum danski dramabólkurin Zeppelin skuldi hava fyri næmingunum í Fuglafirði. Sambært heimasíðuni hjá Listaleypinum, sum hevur fingið leikbólkin til Føroya, skuldu listafólkini varpa ljós á javnstøðu, antihapping, tolsemi og fólkaræði. Men dramabólkurin náddi at koma inn um, fáa kaffi og varð síðani vendur í hurðini, tí Fuglafjarðar Skúli var kúvendur og vildi kortini ikki, at verkstovan skuldi vera. Í fólkaskúlalógini stendur annars at skúlastjórin hevur evstu fyrisitingarligu og námsfrøðiligu ábyrgd av skúlanum. Hinvegin hevur skúlastýrið eftirlit við virkseminum á skúlunum, men kann ikki broyta eina ítøkjuliga avgerð hjá skúlaleiðarum. Tað staðfestir Mentamálaráðið í skrivi um heimildir hjá skúlastýrum. Hetta tykist tí at vera eitt óvanligt mál, har skúlastýri leggur seg útí námsfrøðiliga innihaldi í skúlanum. Í fundarfrágreiðingum frá skúlastýrinum sæst annars, at tað tey vanliga viðgera eru ting sum telefonpolitikkur á skúlanum, og kunning um nýggju skúlabyggingina. Formaðurin í skúlastýrinum fyri Fuglafjarðar Skúla, Sofus Gregersen, vil ikki gera bandaða samrøðu við Kringvarpið og hevur onga viðmerking til málið. Næstforkvinnan í skúlastýrinum hevur heldur onga viðmerking, og vísir til formannin. Men tað hevur Árant Berjastein, og hann sigur at hann hevur biðið stýrisformannin um eina almenna frágreiðing um málið, sum skal leggjast fyri Fuglafjarðar Býráð. Meira enn 10 prosent av fólkinum í Íslandi eru útlendingar. Í september var fólkatalið í Íslandi góð 362.000, 186.000 menn og 176.000 kvinnur. Av teimum 362.000 fólkunum, sum nú búgva í Íslandi, eru 48.600 útlendskir borgarar, tað svarar til 13,4 prosent av samlaða fólkatalinum í landinum. 230.000 fólk búgva í høvuðsstaðarøkinum og 130.000 uttan fyri høvuðsstaðarøkið. Tað skrivar heimasíðan hjá íslendska Morgunblaðnum. 3.050 fólk fluttu til landið í triðja ársfjórðingi. Flestu fólkini komu úr Póllandi 790 , Danmark 310 , Litava 250 , Svøríki 210 og Noregi 140 . Tóri fekk eina harða byrjan uppá lívið og hevði sálarligar trupulleikar longu sum barn. Hann kom tíðliga út í misbrúk og kriminalitet og misti tamarhaldið á lívinum. Í morgin er tað tíggju ár síðani samstarvið SSP byrjaði. Í tí sambandi skipa tey fyri einum kveikingardegi á Hotel Føroyum, har tey fagna felagsskapinum, liva og læra um hvønn týdning tað hevur at øll børn og ung sleppa í part. Samanborið við onnur lond, so skikkar føroyski ungdómurin seg væl. Hetta sigur Jógvan Kallsgarð Joensen, brotsfrøðingur, sum hevur gjørt eina kanning um føroyskan ungdóm og kriminalitet. Jógvan fer at halda ein fyrilestur um kriminalitet og støðuna hjá teimum ungu. Tey týdningarmestu, tá man tosar um fyribyrging, tað eru ikki tey ungu tað eru foreldrini. Tað eru foreldrini, sum vit skulu hjúkla um, og vísa á týdningin hjá teimum, fyri at børn og ung trívast. Soleiðis sigur Óli Rubeksen, SSP ráðgevi. Iranski forsetin, Hassan Rouhani, sigur, at Iran nú er farið undir aftur at ríka uran undir jørð í Fordow í fjøllunum sunnan fyri Teheran. Endamálið við avtaluni var at fáa Iran til at avmarka uranframleiðsluna, og afturfyri skuldi altjóða handilstiltøkini móti Iran strikast. Iran er framvegis til reiðar at halda allar sínar skyldur í avtaluni, so skjótt sum aðrir partar gera tað, segði iranski forsetin, Hassan Rouhani, í talu, sum varð send beinleiðis í iranskum sjónvarpi í gjár. Ætlanin við altjóða kjarnorkuavtaluni frá 2015 var at fáa betri gjøgnumskygni í iransku kjarnorkuætlanunum, og at forða Iran í at menna kjarnuvápn. Aftur fyri skuldu tiltøkini mót landinum setast úr gildi. Iran hevur víst aftur, at tað er í ferð við at útvinna kjarnuvápn, og sigur, at kjarnorkuætlanin er ætlað til friðarlig endamál. Nú ljóðar, at Iran hevur tikið eitt av eftirlitsfólkunum hjá altjóða kjarnorkustovninum, IAEA, tí viðkomandi hevði tilfar hjá sær, sum myndugleikunum í Iran ikki dámdi. Tríverkið verður til eitt fýrverk. Tað kemur fram í hesi samrøðuni, har vit tosa við Jóanes Nielsen, rithøvund, um skaldsøguna Jarðarferðin. Ætlanin var, at hetta skuldi vera tann triðja og síðsta bókin í heildarverkinum, sum byrjaði við Brahmadellunum, men nú er neyðugt við einum bindi afturat, sigur høvundurin. Bókin snýr seg um vinalagið millum Eigil Tvibur og dvørgin Symfor Thomsen, sum doyr í Shanghai, hagar teir báðir vóru farnir at finna familjurnar hjá teimum fiskimonnum, sum brendu til deyðis á einum føroyskum trolara. Í samrøðuni verður tosað við Jóanes um nýggju skaldsøguna, men vit seta hana eisini í samanhang við hansara ritverk yvirhøvur, síðan hann gav sítt fyrsta yrkingasavn, Trettandi mánaðin, út í 1978. Í 1962 fer Poul Michelsen í læru hjá Balslev, og 12 ár seinri, í 1974, gerst hann sjálvstøðugur vinnurekandi, tá hann fer undir egna heilsølu heima í kjallarinum hjá sær sjálvum. Tosað verður um eitt nú byrjanina, í hvønn mun keypsvanarnir eru broyttar, gulu Mercedes heilsølubilarnar, og týdningin av at ein privat fyritøka hevur ein sosialan profil. Lurtari undrast á, at so mong teirra, sum sleppa í Útvarpið og aðrar miðlar, hava verið í til dømis Kroatienn, Spanienn, Belgienn. Hesi leggja áherðslu á at enda orðini við hjenn í staðin fyri at siga Kroatia, Spania, Belgia, heldur lurtarin, sum spyr, hví blanda danska landalæru uppí føroyska málið Siðurin at enda landanøvn við en man vera komin úr týskum um danskt til okkara. Men hjá okkum er natúrligt at lata landanøvn enda við a, sigur Elin Henriksen, málkøn. Ø ella Triði lurtaraspurningurin snýr seg um bókstavin ø. Lurtari vil hava at vita, hvat er rættari Ø við striku ella tveimum prikkum yvir. Maðurin, sum er úr Fraklandi, fór umborð á Norr nu í Seyðisfirði tann 20. februar. Hann er komin í land í Føroyum, men tveir dagar seinni hvarv hann. Politiið veit, hann hevur verið her, tí hann hevur tikið pengar út í Føroyum við gjaldskorti. Politiið sigur, at maðurin er ikki farin úr Føroyum við nøkrum fari, skipi ella flogfari, sum plagar at flyta fólk úr Føroyum. Maðurin, sum eitur Bastien Por e, er fyrst í tríatiárunum. Hann er 182 sentimetrar høgur, klænur, hevur blá eygu og piercing í høkuni og í høgra oyra. Politiið hevur fingið fráboðan um, at familjan hjá Bastien Por e ikki hevur hoyrt frá honum síðani síðst í januar í ár. Ein vinmaður hansara hevði samband við hann síðst í februar. Við hugleiðingum um kærleikan fer lurtarin inn í tónleikin, sum á ymiskan hátt litar og klæðir hugan og kenslurnar. Lagt til rættis Tóra við Keldu. Landsstýrismaðurin í uttanríkismálum segði við Breddan í gjár, at landsstýrið er í fer við at gera trygdarrúm úti á Tinganesi. Somuleiðis verða mannagongdir gjørdar, um hvør hevur atgongd til viðkvæmar upplýsingar. Hetta eru nøkur av formellu krøvunum, sum skulu uppfyllast, skulu Føroyar gerast ein virknari og sjálvstøðugari leikari á uttanríkispolitiska pallinum, segði Jenis av Rana, landstýrismaður í uttanríkismálum. Hoyrið her samrøðuna við Jóhonnu, sum greiðir frá, hvussu hon upplivdi at missa sonin í einari ferðsluvanlukku, og hvussu hon síðani hevur skipað lív sítt. Eitt lív, sum ikki snýr seg um at koma víðari í mun til vanlukkuna, men eitt lív, sum snýr seg um at geva sorgini og minnunum rúm í gerandisdegnum. Sambandsmenninir krevja eisini, at skatta og avgjaldsviðurskiftini hjá fiskivinnuni verða samtykt, áðrenn sjófeingislógin verður broytt. Arbeiðið at skaffa føroyingum atgongd til trygdarpolitiskar upplýsingar er í gongd, og so skjótt, undirstøðukervið er klárt, skulu vit vænta at fáa meira at vita um verju og trydarpolitisk mál. Mette Fredriksen, danskur forsætisráðharri, er sinnað at arbeiða víðari við føroyska ynskinum um størri ávirkan á uttanríkispolitiska økinum. Hetta er tó samstundis ein spurningur um, hvat grundlógin loyvir. Ein møgulig føroysk sendistova í Jerusalem kemur ikki upp á tal. Forsætisráðharrin væntar av føroyingum, at vit gera sum hini evropeisku londini og staðseta eina møguliga sendistovu í Tel Aviv. Unn Augustudóttir Krákustein, løgfrøðingur við servitan í evropeiskum bankarætti, greiðir frá vansum við bankaskipanini og at møguleikin fyri at ogna sær eina borgarakonto, hevði verið upp á sítt pláss. Tann 1. januar næsta ár, skal nýggj fiskivinnulóg setast í gildi, sum millum annað avtekur uppboðsøluna og knýtir rættin at fiska at skipunum aftur. Loyvini skulu aftur til verandi reiðarar, og hava 12 ára gildistíð. Men tað kann tykast sum langt er á mál hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, tí fleiri røddir eru nú frammi um, at tað verður ógjørligt hjá nýggjum aktørum at koma inn í fiskivinnuna eisini inni í samgonguni. Somuleiðis vilja tingfólk vita hvussu inntøkusíðan út hvat er ætlanin skal koma inn í landskassan, og hvussu skal hetta gerast. Vit hava hitt danska forsætisráðharran Mette Frederiksen. Hon sigur seg skilja føroyska ynski um størri ávirkan á trygdar og uttanríkispolitikkin men hvat liggur í tí Tað hava vit spurt forsætisráðharran um. Bankaheimurin er í eini skiftistíð møguliga er tíðin farin frá siðabundnu bankaskipanini, har allir borgarar sambært lóg, skulu hava lønarkonto i bankanum. Luttakarar í sendingini Mette Frederiksen, forsætisráðharri, Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkin, Heðin Zachariasen tingmaður fyri Fólkaflokkin, Erhard Joensen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, Unn Krákustein, løgfrøðingur við servitan innan evropeiskan bankarætt. Mette Frederksen sigur, at Føroyar skulu fylgja Danmark og hinum evropeisku londunum og staðseta ein sendistovu í Tel Aviv ikki Jerusalem. Húsini líkjast skeljum, sum lata seg upp móti landslagnum, tey hava stórar glasfasadur, skráveggir og gólv, tað gevur kensluna av at sveima yvir havfløtuni. Ovnurin brennur alt samdøgrið. 1. september í ár hevði ovnurin brent 5.463 tímar av 5.832 møguligum tímum, svarandi til 93 prosent. Noreg útflutti 291.000 tons av fiskavørum í oktober, fyri 10,9 milliardir krónur. At norska krónan er nógv viknað, var ein av orsøkunum til nýggja metið sum varð sett, Nøgdin vaks við átta prosentstigum í mun til oktober í fjør, og virðið vaks við níggju prosentstigum, skrivar norska blaðið Dagens Næringsliv. Serliga útflutningurin av toski og sild var orsøkin til stóra útflutningin, tí fiskiskapurin eftir teimum báðum fiskasløgunum er vaksin nógv. Herfyri segði norski fiskimálaráðharrin, Harald T. Nesvik, at norski útflutningurin av fiskavørum kann fara uppum 100 milliardir krónur í ár, í fjør varð útflutt fyri 99 milliardir krónur. Útflutningurin til Kina er vaksin við 41 prosentstigum í virði í ár, men bert 15 prosentstig í nøgd. Útflutningurin av laksi var 117.000 tons, og selt var fyri 6,7 milliardir krónur. Eisini útflutningurin av aldum sílum vaks nógv í oktober. Uni Debess, Pól Arne Holm, John Egholm, Finnur Koba, Hans Marius Ziska, Allan Samuelsen, Rúna Sundberg Pætursson, Jákup Heinesen og Heini Mohr Hermansen. Ein av teimum, sum var við sendinevndini var Pauline Sheldon, viðurkendur professari og granskari á University of Hawaii s School of Travel Industry Management í Hawaii, sum serliga hevur granskað í byrðardyggari ferðavinnu. Hon hevði millum annað fyrilestur um náttúruvernd og cruise ferðavinnu. Ein høvuðsniðurstøða ella boðskapur hjá Pauline Sheldon er, at um kapitalistiska hugsjónin um stuttskygdan vøkstur og fíggjarligan vinning sleppur at ráða í ferðavinnuni, so fer tað ikki at eydnast at menna eina sunna og burðardygga ferðavinnu. Paulin Sheldon argumenterar tí fyri, at at ferðavinnan heldur eigur at leggja dent á onnur virðir sum góðvild og hvussu ferðavinnan kann geva eitt íkast til lokalu økini kring landið, og tey fólkini, ið búgva har. Tríggir av limunum í Hamradun vóru í morgunsendingini í morgun og prátaðu um útgávuna, og teir spældu eisini tveir sangir av henni. Í ár hevur áhugin millum børn og ung verið stórur. Heili 23 lið hava meldað seg til kappingina, har liðini skulu menna Lego robottar og loysa avbjóðingar, ið hesa ferð eru, hvussu vit kunnu trívast í býum í framtíðini. Fyri fyrstu ferð síðan 2006 er kappingin flutt úr høvuðssætinum hjá Føroya Tele í Hoyvík og út á Argir til skúlan á Argjahamri. Í ár luttaka yvir 20 dómarar, sum skulu geva stig í kappingunum á robottbanunum, í programmering av robottum, í samstarvi á liðunum og í granskingarverkætlanunum, sum liðini fyrireika. Avbjóðingin í FIRST LEGO League kappingini í ár hevur heitið City Shaper og leggur dent á at finna loysnir, hvussu vit kunnu byggja ein betri heim, og hvussu fólk kunnu trívast í einum burðardyggum umhvørvi. Tey luttakandi eru í aldrinum 10 til 16 ár, og tey mynda lið við í mesta lagi 10 luttakarum. Við hugflogi, kreativiteti og vinarligum felagsskapi skulu luttakararnir finna spennandi loysnir til ársins evni. Børnini læra við at royna seg fram. Við at granska, leggja fram og skriva uppgávur. Við at arbeiða saman, programmera og at hugsa verkfrøði. Og ikki minst at hava tað stuttligt. FIRST LEGO League kappingin er tann størsta av sínum slag í heiminum. Yvir 290.000 børn og ung í aldrinum 10 til 16 ár úr eini 94 londum hittast á einum av teim næstan 1.500 tiltøkunum, sum verða fyriskipað kring allan heimin í ár. Tann 9. november fara íalt 925 lið at kappast í næstan 60 býum í Norra, Svøríki, Danmark og Føroyum. Vinnararnir av føroysku kappingini fara víðari til skandinavisku finaluna um nakrar vikur. Har skulu tey kappast móti vinnarunum úr hinum norðurlondunum. Kappingin í Skúlanum á Argjahamri byrjar klokkan 10 leygarmorgunin. Tiltakið er opið fyri almenninginum, og atgongd er ókeypis. Vitjandi kunnu keypa drekkamunn og okkurt gott afturvið. Hans Olav Brenner bjóðar kendum norðmonnum upp á loftið á Deichmanska høvuðsbókasavninum í Oslo. Og fólk á gøtuni koma við sínum yndisbókum. Ikki er nóg mikið at halda, at øll eru hon ella hann summi eru millumkynd. Hvussu klárar málið at fevna um øll og skal málið í miðlunum royna at vera kynsnevtralt Metter Frederiksen hevur vitjað í Føroyum, men hvussu nógv fáa miðlarnir burturúr eini vitjan hjá eini danskari forsætisráðfrúu Er tað mest ein rituel vitjan Playlistin Michael Kiwanuka Hero Ásgeir Youth Cigarettes After Sex Falling In Love Nea Some Say Isaac Delusion Magicalove Joseph of Mercury Pretenders Leonard Cohen Happens to the Heart FKA Twigs Sad Day Kanye West Follow God FUZETA Marla Loves You Tame Impala It Might Be Time Transvision Vamp I Want Your Love Danska fakfelagið FPU, sum Arbeiðsgevarafelagið ikki vildi samráðast við, verður við til sáttmálasamráðingar hjá flogternunum kortini, men formelt er tað Súlan, ið samráðist, og FPU er við sum ráðgevi. Súlan og Føroya Arbeiðsgevarafelag hava longt sáttmálan til 15. november. Jens Andreas Vinther, advokatur hjá Súluni, fær ikki sagt nakað um, um samráðingarnar fara at bera á mál. Fólkini ætlaðu sær víðari til Skotlands, men vórðu afturhildin á flogvøllinum fyri einum mánað síðani. Tey bæði fólkini úr Iran vórðu í morgun send til Danmarkar við løgreglufylgi. Orsøkin er, at tey bæði fólkini høvdu følsk pass og vóru ólógliga í Føroyum. Tað sigur vaktleiðarin hjá løgregluni á Flogvøllinum í Vágum. Talan er um eina 45 ára gamla kvinnu og ein 17 ára gamlan mann, ið siga seg vera móður og sonur. Løgreglan sigur, tað er trupult at eftirkanna, um tað passar, tí samleiki teirra er óvissur. Tey ætlaðu sær til Skotlands umvegis Føroyar og tá tey skuldu víðari til Skotlands hin 7. oktober, vórðu tey tikin á flogvøllinum og handtikin. Mamman og sonurin úr Iran hava sitið í varðhaldi síðan hendingina, og var málið fyri í rættinum 23. oktober. Mamman varð dømd 40 daga treytaleysa fongsulsrevsing. Tá eru dagarnir hon hevur sitið í varðhaldi í Føroyum íroknaðir, og trý ára innferðarforboð til Føroya. Sonurin hevði eisini falskt pass, men varð fríkendur, tí hann var undir 18 ár. Síðan juli í ár hava seks iranar roynt at sloppið til Skotlands umvegis Føroyar. Løgreglan veit ikki at siga, hví hesi velja júst Føroyar sum skiftisland. Passeftirlit er ikki til Føroya frá Danmark. Men passini verða kannað við fráferð frá Føroyum til Bretlands, tí Bretland ikki er partur av Schengenavtaluni. Bjarki Skúvadal gekk í skúla í Vestmanna í átta ár og fór summarið 1955 til skips við Gullfinni , ið varð bygdur í týsklandi í 1915. Í 1964 tók hann stýrimann í Havn og í 1966 skipsførara. Hann sigldi aftur við norðmonnum til hann fór við DFDS. Í 1968 giftist Bjarki í Danmark við Sonju Arge úr Havn og gavst at sigla. Vit hoyra Katrina Hansen skipa Norsku Løvu í Eysturoyar Dansifelag. Dansifelagið í Havn fer upp á gólv við Sniálvstátti úr Sniálvskvæði, Sigmundur í Hoyvík skipar. Guttormsvísa ella Der hersked en konge i Østerdal verður kvøðin í summum plássum. Kringvarpið hevur bara tvær góðar upptøkur. Onnur er við Dansifelag Kaggans. Regin Eikholm skipar. Natalia og vinkonan Liv ætla sær út á strondina, men Natalia kennir seg illa í einum lítlum bikini, tá okkurt kropsligt er, sum hon vil krógva. Tað fyrsta forelskilsið er mest fantastiska kenslan men samstundis tann torførasta. Johannes og Zelina uppliva mótstøðu frá fólki rundanum, og hvussu taklar mann, at fólk hava sína meining um, hvørjum tú ert saman við, og hvussu nógv tit eru saman Hann hevur verið út fyri øllum millum himmal og jørð bæði av góðum og minni góðum, sigur Óli Jacobsen, rithøvundur, sum hevur skrivað ævisøguna um Njál Djurhuus. Bókin, sum nevnist Njál ljós í skugga , viðger Njál Djurhuus, sum er vorðin kendur fyri at hjálpa fólkum í neyð, serliga av rúsevnistrupulleikum. Hann hevur í ein mansaldur virkað fyri Frelsunarherin í Norra. Í bókini verða nógvar søgur sagdar frá arbeiðnum hjá Njál, men farið verður eisini aftur um høvuðspersónin, og leitað verður aftur til hansara uppruna. Njál man vera eitt av fyrstu eingilskmannabørnunum í Føroyum, og tað kundi vera hart í fyrstani. Tá ið hann einaferð spurdu ommu síni, greiðir hann frá, hvaðani hann var komin, svaraði hon, at hann var funnin aftan fyri í bilinum hjá doktor Poulsen. Hitapumpur skulu eftir ætlan vera MVG fríar í eina tíð afturat. Men tað tykist ikki vera nóg mikið, tí tey sløku tvey árini, lógin hevur verið í gildi, eru bara góðar hundrað hitapumpur komnar aftrat. Millum 15.000 og 16.000 húsarhald brúka framvegis olju til upphiting. Í Torfinsgøtu í Havn hevur Tórshavnar kommuna verkstað, har tað verður arbeitt við ljósútbúnaði til býin. Vikuskiftissendingin var á gátta verkstaðnum fyri at fregnast um, hvussu kommunan arbeiðir við at seta ljós til býin. Eyð Strøm er arkitektur og arbeiðir á býarskipanardeildini hjá kommununi. Hon greiðir frá, at kommunan arbeiðir við eini nýggjari ljósætlan. Viggo Christiansen frá Vatn og gøtuljósdeildini hjá Tórshavnar kommunu er eisini hjástaddur og greiðir frá ymsum tekniskum loysnum. Eyð Strøm hevur sniðgivið ljóssteyrarnar við Tórsvøll í Gundadali. Hetta hevur verið ein bundin uppgáva, sum hon hevur gjørt í samráð við kommununa og eftir forskriftum hjá FIFA. Vit spyrja eisini um hesi ljós, hvat endamálið er við teimum, hvussu tey verða brúkt og hvussu nógvan strym tey brúka Helgi Winther er formaður í Fjallasúkklufelagnum. Hann greiðir frá um tvær kappingar, sum verða í Hoydølum í Havn um vikuskiftið. Øll kunnu melda seg til, sigur Helgi. Umframt hetta greiðir Helgi frá, at felagið skipar fyri arbeiðsvikuskiftum, har tað verður arbeitt við at gera súkklubreytir við rossagøtuna í Havn. Fjallasúkklufelagið arbeiðir harafturat nógv við at gera vart við seg, og í hesum sambandi hava tey fingið framleitt ein film Rúni Nielsen, whiskyfjeppari, greiðir frá einum slagi av whisky úr Taiwan, sum kallast Kavalan. Hetta er dygdarwhisky, heldur Rúni og leggur afturat, at hetta slagið hevur fingið fleiri prísir millum annað varð Kavalan kosið at vera besta single malt whisky í heiminum í 2015 Magnus Hansen býr í Gundadali. Hann er sjálvur fótbóltsfjeppari um ein háls og er ofta til fótbóltsdystir. Men tað er ikki altíð so stuttligt at vera granni til fótbóltsøkið í Gundadali, tí ljósið er sera bjart og órógvar grannalagið. Magnus greiðir frá, at ljósið lýsir ofta við fullari styrki í fleiri tímar eftir ein dyst, og hetta hevur verið til stóran ampa hjá honum og familjuni í Gundadali. Magnus fer so langt sum til at kalla hetta ljósdálking Borgarar í Hong kong krevja, at demokratiskar broytingar verða gjørdar í fyrrverandi bretska hjálandaøkinum, sum nú er undir kinesiskum ræði. Reuters skrivar, at mótmælisfólk royna at fáa aðalverkfall sett í verk í Hong Kong mánadagin, eins og stór mótmælistiltøk standa á skránni hetta vikuskiftið. Somuleiðis eru ætlanir um at fáa borgarar at seta forðingar fyri almennu ferðsluni hetta seinasta hava tey roynt áður, tó til fánýtis. Í gjár lat ein stundentur lív á einum sjúkrahúsi eftir at hann datt mánadagin undir einum av mótmælistiltøkunum, og eygleiðarar vænta, at hetta fer at festa í vreiðina móti løgregluni, sum er fyri stórum atfinningum fyri at vera óneyðuga harðlig. Afturvenddandi mótmælistiltøkini í Hong Kong og krøvini um demokratiskar broytingar er ringasta politiska kreppa har í áratíggjur. Tað eru fyri stóran part studentar og ung fólk, sum standa á odda fyri teimum fleiri hundraðtúsundtals borgarunum, sum hesi seinastu mongu vikuskiftini hava tikið lut í almennu kravtiltøkunum um at fáa demokratiskar nýskipanir í Hong Kong. Rueters skrivar, at Kina leggur vestanlond undir at øsa fólkið í Hong Kong og skapa ófriðin har. Síðani juni eru dømi um, at fólk hava tveitt bensinbumbur og framt oyðileggingar á bankar, handlar og tokstøðir. Mirjam Jensina Reinert Olsen eigur og rekur Makeup Store og Stjørnuskotið. Hon hevur so gott sum altíð fingist við at sminka, gera negl og hár, so tað kendist sjálvsagt, at hon fór at hava egna fyritøku innan vakurleika. Mirjam var í Danmark og tók útbúgving sum makeup artist, stylist, kosmetolog og neglateknikkari og har starvaðist hon millum annað eisini á Mac og TV2. Hon er eisini útbúgvin námsfrøðingur og sigur, at hon brúkar ta útbúgvingina nógv í sínum dagliga starvi. Til tíðir kann tað virka ov nógv at eiga egna fyritøku, men tá ein veruliga brennir fyri tí, og hevur gott bakland, so gongur tað. Runavíkar kommuna fer í næstum at útstykkja 27 grundstykki á Skála, og í seinastu viku skrivaði kommunan undir sáttmála við byggifyritøkuna Articon, ið skal standa fyri útstykkingini. Eftirspurningurin eftir grundstykkjum á Skála er stórur, og fólk hava longu víst áhuga fyri nýggju útstykkingini, sigur Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu. Hetta er fyrsta útstykkingin á Skála í útivið 15 ár, síðani kommunan 1. januar í 2005 legði saman við Runavíkar kommunu. Kommunan miðar eftir, at grundstykkini verða klár í november næsta ár. John Andersen og Sasho Bjartson vitja í leygardagssendingini, og við sær hava teir tvær søgur í part, har onnur er sonn, meðan teir pella í hinari. Men hvør er sanna søgan, og nær pella teir Tað er stóri spurningurin. At øll børn og ung fáa javnbjóðis fyritreytir at taka lut í frítðiðarvirksemi og gerast partur av einum sterkum, sosialum og sunnum felagsskapi, er heilt avgerandi í sambandi við fyribyrgjandi arbeiði fólkaheilsuni at frama . Virðiskortið, sum kommunurnar bjóða sínum borgarum, ið eru millum 6 og 18 ár, er eitt frítíðarkort, sum er 2000 krónur vert. Víst verður á, at royndirnar við líknandi skipan í Ísland tykjast vera sera góðar. Fólkaheilsuráðið sigur, at hetta tiltakið eisini er í samsvari ABC verkætlanina fyri sálarliga heilsu, sum arbeitt hevur verið við seinastu árini. Tó er okkurt, sum bendir á, at virðiskortið er skattskyldugt hjá tí, sum fær ágóðan av tí. Tað hevur Runavíkar Kommuna fingið at vita frá TAKS. Djóni Nolsøe Joensen spyr, um ætlanin er at broyta skattalógina soleiðis, at virðiskort fyri ítróttar , mentanar og frítíðarvirksemi verða javnsett við onnur undantøk í lógini, sum til dømis hækkaðan barnafrádrátt og lækkað ansingargjøld. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sigur í stuttari viðmerking við útvarpið, at Fíggjarmálaráðið í næstum fer at viðgera málið um frítíðarkortini og skattin. Spurningurin, um tey skulu gjalda skatt av virðiskortunum, verður ikki aktuellur fyri tey flestu, tí tey hava longu, sum er, ein botnfrádrátt í skattinum, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður. Hetta svarar til eina alheimsupphiting uppá 1,3 stig síðani árini 1850 1900, sum veðurlagsbólkurin hjá Sameindum tjóðum hevur brúkt sum fast mát. Fimm teir heitastu oktobermánaðarnir í søguni eru mátaðir tey síðstu fimm árini, ímeðan hetta er fjórðu ferð í ár, at ein mánaður hevur sett nýtt hitamet. Og hitamet er nakað, vit tað sama kunnu venja okkum við, sigur Sebastian Mernild, professari í veðurlagsfrøði. sambært danska TV2. Nýggj hitamet eru sett í fleiri umførum tey seinnu árini. Tá so nøgdin av koltvísúrni í lofthavinum eisini økist, økjast sannlíkindini fyri øðrum hitametum eisini, sigur Sebastian Mernild. Í so at siga øllum tí arktiska økinum, í eystara partinum í USA og Kanada og í stórum pørtum av Miðeystri, Norðurafrika og norðara partinum í Russlandi, vóru tað í støðum fimm stig heitari enn vanligt í oktober. Hinvegin vóru eisini nøkur støð, har tað í oktober var kaldari enn vanligt. Har vesturi í USA og í Norðurskandinavia var oktober óvanliga kaldur. Tað vísa mátingar hjá Copernicus, ið skrásetir veðurlagshagtøl. Í Noregi var oktober tann kaldasti í 10 ár, og í Karesounda, har norðuri í Svøríki, vórðu mátað 23,9 stig síðst í oktober. Nøgdin av koltvísúrni hevur ongantíð verið so stór sum nú ein oktober mánað, síðani byrjað varð at máta koltvísúrni seint í 1950 unum. Ein ørgrynna av heimsins londum hava annars í Parísavtaluni bundið seg til, at minka nógv um útlátið av koltvísúrni fyri at avmarka alheimsupphitingina. Eystari landsrættur staðfesti fyrr í vikuni ein dóm hjá Føroya rætti, sum í juli dømdi ein mann 20 daga treytaleyst fongsul fyri harðskap ímóti einum tollara hjá TAKS. Hendingin fór fram á flogvøllinum í mars 2018. Maðurin, ið kom við flogfari til Føroya, gjørdist illur í sær og vísti harðligan atburð ímóti einum av tollarunum í sambandi við vanliga tolleftirlitið á flogvøllinum henda dagin. Maðurin kærdi dómin hjá Føroya rætti fyri Landsrættin, sum nú hevur staðfest dómin. Maðurin varð eisini eisini dømdur at rinda sakarmálskostnaðin, umframt fongsulsrevsingina, upplýsir TAKS. Sjóvinnustýrið hevur fingið frágreiðingarnar frá løgregluni og skiparanum á Arctic Voyager, og nú skulu nakrar upplýsingar afturat savnast inn. Vit halda okkum kenna orsøkina til, at skipið fór á land, men hetta mugu vit fáa staðfest við vissu, sigur Hans Johannes á Brúgv, stjóri í Sjóvinnustýrinum. Tað fer væntandi at taka nakrar vikur, at gera sjófrágreiðingina lidna, fyri síðani at koma til eina endaliga niðurstøðu, sigur hann. Tá verður støða eisini tikin til, um nakar skal ákærast í málinum, sigur stjórin í Sjóvinnustýrinum, Hans Johannes á Brúgv, við útvarpið. Partar av verkætlanini, Talgilda Føroyar, sum eftir ætlan skuldi verða liðug í 2020, verða seinkaðir. Orsøkin er vantandi fíggingin, sum kommunurnar tóku aftur fyrr i ár, sigur stjórin í Talgildu Føroyum. Talgildu Føroyar er ein verkætlan, sum hevur til endamáls at talgilda tænastur til borgarar, vinnuna og almenna geiran í Føroyum. Vinnumálaráðið og Fíggjarmálaráðið tóku stig til verkætlanina, ið hevði sum stevnumið at talgilda allar Føroyar í árununum 2015 til 2020. Talgildi Samleikin og Tænastuportalurin verða tikin í nýtslu í 2020. Minnisvarðin á Syðradali varð avdúkaður í juli ár 2000. Sostatt var hetta 20. ferð, at minningarhald teirra sjólátnu varð hildið við minnisvarðan á Syðradali. Markus í Norðnastovu, úr Mikladali, flytur fram røðu og sangbólkur úr Betesda í Klaksvík luttekur. Kransar verða lagdir. Ólavur Wolles hevur gjørt upptøkurnar og sett saman. Gunver Lystbæk Vesterg rd er vísindajournalistur. Hon hevur skrivað bók um Fjarar klótur søgan um leitanini eftir planetum, sum eru átøkar jørðini . Í Snipp snapp eru teknifilmar, ið eru ætlaðir smáum børnum. Hesaferð eru teknirøðirnar Sára og Dunna, Elias og L fyri lomb. Snipp snapp er hvørt mikukvøld, og hóskvøld og leygarkvøld og sunnumorgnar. Í hesum sendingum siga fólk frá ymiskum, teimum hevur verið fyri í barna og unglingaárum í eini tíð, tá ið Føroyar vóru annað oyggjasamfelag, enn tær eru í dag. Við tað at fleiri av gerandishendingunum, sum sagt verður frá, fóru fram fyri nærum 100 árum síðani, er nógv bæði øðrvísi og hugtakandi at hoyra um. Landsinnsavning beinl. úr Norðurlandahúsinum Leygarkvøldið 31. oktober klokkan 19 savna allar Føroyar inn pening til stríðið móti krabbameini. Krabbameinsfelagið, Norðurlandahúsið og Kringvarp Føroya skipa í felag fyri landsinnsavningini og sendingini Føroyar móti Krabba, sum verður send beinleiðis úr Norðurlandahúsinum. Føroyar móti Krabba er fyrst og fremst ein landsinnsavning til frama fyri krabbameinsfelagið. Endamálið er at fáa til vega so nógvan pening sum gjørligt til stríðið móti krabbameini. Ein sjúka sum helst ongin familja er sloppin heilt undan. Men hóast endamálið er álvarsamt, so verður Føroyar móti krabba ein heildaruppliving fyri alt føroya fólk. Har verður undirhald, tónleikur, samrøður, gaman og álvara fyri allar aldursbólkar. Johnsigurd Johannesen og Sigrún Brend fara at fylgja væl við innsavningini og tosa við fólk, sum lata. Kaj Joensen fer at stjórna stóra pallininum í Norðurlandahúsinum, har millum onnur The Dreams, Eivør, Lena og ikki minst Føroya Symfoniorkestur fara at framføra, meðan Óluva Zachariassen leiður hyggjaran gjøgnum tær álvarsomu søgurnar. Tilsamans verður tað ein sending við buldri og braki, um sorg og gleði og fyri framtíðina. Í fjúrtan dagar hevur ísfiskatrolin Polarhav staðið rimmarfastur á vogninum á bedingini hjá Mest á Skála, tí vognurin er farin av skinnarunum. Polarhav skal lyftast av vogninum Mouritz Mohr, stjóri í Mest, sigur, at teir hava gjørt fleiri royndir at fáa vognin á skinnararnar aftur, og at teir í hesi vikuni fara undir at lyfta Polarhav av vogninum. Kunngerðin um fiskiskapin hjá bátunum í bólki 5 skal broytast, soleiðis at dagar verða fluttir frá fult riknu bátunum í bólki 5 A til ikki fult riknu bátarnar í bólki B. Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, nú tað vísir seg, at dagar fara at vanta í hjá bátunum í bólki 5 B. Vørn upplýsti í farnu viku, at dagarnir hjá bátunum í bólki 5 B fækkast í stórum, og hósdagin átti hesin bólkurin bara 205 dagar eftir. Landsinnsavning beinl. úr Norðurlandahúsinum Leygarkvøldið 31. oktober klokkan 19 savna allar Føroyar inn pening til stríðið móti krabbameini. Krabbameinsfelagið, Norðurlandahúsið og Kringvarp Føroya skipa í felag fyri landsinnsavningini og sendingini Føroyar móti Krabba, sum verður send beinleiðis úr Norðurlandahúsinum. Føroyar móti Krabba er fyrst og fremst ein landsinnsavning til frama fyri krabbameinsfelagið. Endamálið er at fáa til vega so nógvan pening sum gjørligt til stríðið móti krabbameini. Ein sjúka sum helst ongin familja er sloppin heilt undan. Men hóast endamálið er álvarsamt, so verður Føroyar móti krabba ein heildaruppliving fyri alt føroya fólk. Har verður undirhald, tónleikur, samrøður, gaman og álvara fyri allar aldursbólkar. Johnsigurd Johannesen og Sigrún Brend fara at fylgja væl við innsavningini og tosa við fólk, sum lata. Kaj Joensen fer at stjórna stóra pallininum í Norðurlandahúsinum, har millum onnur The Dreams, Eivør, Lena og ikki minst Føroya Symfoniorkestur fara at framføra, meðan Óluva Zachariassen leiður hyggjaran gjøgnum tær álvarsomu søgurnar. Tilsamans verður tað ein sending við buldri og braki, um sorg og gleði og fyri framtíðina. Dátueftirlitið skal samstundis fáa heimild til at geva fyrisitingarlig sektaruppskot fyri brot á dátuverndarlógina, eins og løgreglan gevur sektaruppskot fyri brot á ferðslulógina. Føroya arbeiðsgevarafelag ivast í, hvussu skilagott tað er at hækka sektirnar so nógv, og samstundis geva almennum stovni heimildir at geva stór sektaruppskot. Arbeiðsgevarafelagið sigur í hoyringarskrivi sínum, at sum skilst vera stóru sektirnar bara galdandi fyri privatar fyritøkur, ikki fyri almennar stovnar. Og tað skilir Arbeiðsgevarafelagið ikki. Ábyrgd verður flutt Sambært uppskotinum verður ábyrgd flutt frá Dátueftirlitinum yvir á dátuábyrgdarhavarar á stovnum og fyritøkum. Nógvar privatar fyritøkur fara kortini at hava dátuverndarfólk, tí fyritøkurnar fara møguliga at viðgera persónsviðkvæmar upplýsingar. Eftirlitið skal ráðgeva meira Arbeiðsgevarafelagið mælir til, at uppgávurnar hjá Dátueftirlitinum í nógv størri mun vera at ráðgeva og gera vegleiðingar um dátuverndarlógina. Effo og Vindrøkt hava kært avgerðina hjá Umhvørvisstovuni um at loyva Magn og Lív at byggja vindmyllulund í Flatnahaga. Kæran er burturvið, heldur forstjórin í Magn. Føroya Kærustovnur váttar, at kæran er móttikin og er farin til viðgerðar. Kærumálið verður millum Effo og Vindrøkt og Orku á Umhvørvisstovuni. Eitt uppskot um kunngerð um mál og mentanarundirvísingina hjá næmingum við fremmandum uppruna er gjørt og sent til ummælis hjá Undirvísingarstýrinum og Námi. Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður, sum hevur svarað Jóhannisi Joensen, løgtingsmanni, sum spurdi um málundirvísingina hjá fremmandmæltum børnum. Í uppskotinum um kunngerð verður tosað um at skipa móttøkuflokkar, har bæði kommuna og skúli kunnu samstarva um at skipa móttøkuflokk. Nú er greitt, at Óli Mortensen ikki verður við til evropameistarakappingina á stuttgeil í Glasgow í desember og ei heldur til norðurlandameistarakappingina í Føroyum um mánaðarskiftið. Til FM stevnuna fyrst í november boðaði Óli Mortensen frá, at hann fer at gevast at svimja við árslok, men at hann ikki hevði tikið endaliga støðu til, um hann fór við til EM og NM. Tað er tó longu greitt, at Óli Mortensen hevur givið avboð til EM kappingina í Glasgow, og tí verða tey trý, sum umboða Føroyar í kappingini, stendur á svimjing.com. Stórur áhugi er at vera við í tiltakinum Closed for Maintenance , ella Stongt vegna Viðlíkahald , sum Visit Faroe Islands skipaði fyri fyrstu ferð í ár. Hóast tilmeldingin til tiltakið ikki er byrjað enn, so hava fleiri enn fýra túsund útlendingar skrivað seg upp hjá Visit Faroe Islands at fáa fráboðan um átakið í 2020, sum verður 15. til 18. apríl. 40 føroyingar kunnu vera við Ætlanin er, at føroyingar í størri mun enn seinast skulu taka lut í arbeiðnum, og tí kunnu teir eisini tekna seg hesaferð. 14 øki Visit Faroe Islands heitti fyrr í ár á kommunur og kunningarstovur um at senda inn uppskot til verkætlanir, sum tey ynsktu at fáa við í átakið. Nógv góð uppskot komu inn, og heili fjúrtan økir vera við í átakinum næsta ár, millum annað væl vitjaði støð sum Slættaratindur og Kalsoy. Arbeiðsuppgávurnar vera í høvuðsheitum at gera gøtur og seta vegvísarar upp, so tað verður tryggari og lættari hjá bæði føroyingum og útlendskum ferðafólkum at ferðast í Føroyum. Odense er triðstørsti býur í Danmark. Kortini er hann bygdasligur og tí trívast føroyingar væl her. Navnið er úr víkingatíðini og serliga er tað ein søguligur høvundur, sum setir dám á býin og hevur gjørt hann heimskendan. Nevniliga H.C. Andersen. Sólvá Malan Olsen er fødd og uppvaksin í Odense. Men bæði foreldrini eru føroysk, úr Leirvík og úr Rituvík. Tí tosar hon flótandi føroyskt. Hon er seera hugtikin av teimum gomlu føroysku træskipunum, ið vitja í Odense, meðan sendingin verður gjørd í juni mánaði. Skipini eru fimm í tali, umframt tveir gamlir deksbátar. Sondy Simonsen er úr Klaksvík og tey búðu á Eiði, áðrenn familjan flutti til Odense. Hon hevur júst givið eina bók út, sum lýsir hvussu hon hevur havt tað sálarliga, eftir at hava verið misnýtt sum barn. Nú er hon frísk og gevur øðrum góð ráð í bókini. Saman við øðrum rokast hjúnini Rudi og Hans Atli Dahl við at gera matin kláran, sum Føroyingafelagið og Bátafelagið Frigg skulu selja á stevnuni í morgin. Tey eru fegin um, at føroyingarnir í Odense standa so væl saman um hesi feløg. Rudi ger mat til tey gomlu í Kerteminde Kommunu og Hans Atli hevur saman við øðrum eina altjóða fyritøku, sum ger ílegukanningar, millum annað fyri danska sáðbankan. Ása Mielsen úr Vági flutti til Odensen at búgva, tí hon hevur tvær døtur og ommubørn í býnumn, og harafturat arbeiðir hon í Noregi, og tá er tað lættari at ferðast ímillum. Hon er kortini ofta í Vági. Nógvu blómurnar og blómandi trøðini sermerkja býin, sigur hon, og fólkið í Odense og á Fjóni sum heild eru sera blíð. 87 ára gamla Jonhild Holm úr Klaksvík hevur búð í Odense síðani 1959. Hon sigur, at hon hevur tað gott og hevur einki at klaga um. Men hon eigur ongi børn og hevur onga familju í Odense. Maðurin, sum var av Bornholm, doyði 2007. Tað er bara ein vinkona eftir á lívi og hon býr í Ringe. Rani Ingebrigtsen Leo úr Vestmanna og Vagnur Ákason á Miðgerði úr Hvalba er nýliga komnir til Odense. Rani lærir til rørleggjara og Vagnur lesir til sosialráðgeva. Teir siga báðir, at Odense hevur alt sum ein lestrarbýur eigur at hava. Kaj Joensen, sum arbeiðir við tíðindatænastu á Christiansborg í Keypmannahavn, býr í Odense og ferðast ímillum. Hann sigur, at býurin hevur klárað at selja seg uppá H.C. Andersen, sum millum annað er sera væl umtóktur í Kina. Odense hevur eingi háhús og tað ger at hanb er hugnaligur og væl egnaður fyri føoyrigar. Gunn Djurhuus úr Norðragøtu hevur búð í Odense í 18 ár. Hon kom til býin í at lesa og síðani hevur hon fingið danskan mann og familju. Hon er leiðari á einum barnaheimi fyri børn tøn, sum ikki kunnu búgva heima hjá foreldrunum. Upptøkur frá varskógvara umborð á Nærabergi vísa, at Næraberg tveitir fisk fyri borð. Upptøkurnar eru tiknar fyri góðari viku síðani. Jóhan Simonsen, deildarleiðari á Vørn, Elias Zachariassen, skipari á Tjaldrinum og Jan Klein Olsen, løgfrøðingur hjá Vørn hugdu eftir upptøkunum fyrr í dag. Teir vísa á, at slík útblaking er ikki loyvd. Í fjør summar hevði Vørn eftirlitsfólk við Nærabergi og tað leiddi til, at 14. juli stóð løgreglan og Vørn fyri Nærabergi og skipið varð lagt, til reiðaríið kundi stilla kautión fyri upphæddini, sum Vørn setti í bót. Málið skal í rættin í næstum. Men spyrst tú formannin í Fólkaheilsuráðnum, so eru venjingarhald ikki ein so býtt íløga hvørki fyri Ílegusavnið ella skattgjaldaran. Á fíggingarportalinum Hópfígging hava stigtakarar tann síðsta mánaðin søkt um stuðul til at fáa verkætlanina til veruleika. Hetta hevur eydnast, og eru tey longu so smátt farin í holt við fyrireikingarnar at seta eplir niður. Aðalmálið hjá Monu er at spinna og góðskumenna ullina, so hon kann gerst áhugaverd hjá fleiri at brúka. Samstundis bjóðar Mona inn til eitt spennandi og kreativt umhvørvið, har føroyingar og ferðafólk kunnu koma á gátt, at síggja, læra og uppliva eitt grundleggjandi og søguligt handverk. Málið við Spinnarínum er eisini, at øll sum koma á gátt fáa eina uppliving og eina ferð í føroyskari mentan og søgu. Í niðaru hæddini er ulla handverkið og í ovaru hæddini báta handverk. Her skal vera høvi at læra, lukta, royna, og sleppa at spæla sær við møguleikum. Eitt livandi hús fyri allar føroyingar og ferðafólk, har tað eisini er hugni, kaffi og ein brellbiti. Verkætlanin søkti um 200.000 krónur á hópfíggingarportalinum og hesum málinum hava tey longu rokkið. Tí eru tey fegin um, at tey kunnu fara í gongd á várið 2020. Sjónvarpið var við miðvingum, tá teir í vár fóru í skorina vestanfyri við seyði, og aftur um heystið tá teir tóku. Vit fylga teimum á ferðini fram við Fjallavatni og norður á Urðargjógvnna. Gjógvin er stórsligin við fleiri drangum og djúpum kloyvum og torført er at koma niður í sjálva skorina. Ikki er lætt at taka seyðin um heysti, her má bjargafólki fara varisliga fram. Doru Tiberiu á Torvlaðnum kom til Føroyar sum flótti fyri 30 árum síðani í 1989. Hann giftist við Guðrið Poulsen, sum hann frammanundan hevði hitt av tilvild í Spania. Tey eiga tvey børn, og í dag livur Doru eitt vanligt lív og arbeiðir sum útróðrarmaður. Søgan hjá Doru er sera hørð og ógvuslig. Sum ungur las hann í fýra ár heimspeki við lærda háskúlan í Bukarest. Gerandisdagurin í Rumenia, varð fullkomiliga stýrdur av kommunistiska stýrinum. Frælsir, sum vit kenna til í Føroyum, sum eitt nú talufrælsi, vóru ikki til í Rumenia. Í 1974 varð Doru dømdur 18 ára fongsulsrevsing fyri idelogiskt politiskt undirgravandi virksemi, og sat hálvt sætta ár í fongsli, áðrenn hann vart leyslatin. Tíðin í fongslinum, vil Doru helst ikki tosa um, men hann sigur, at tað var ein kampur fyri at yvirliva, og stórur partur av teimum, sum hann sat í fongsli sama við doyðu av ómenniskjasligu umstøðunum. Sum 30 ára gamal í 1984 gjørdi Doru av at flýggja úr Rumenia. Doru gjørdi tvær royndir at flýggja, við at svimja einar 15 kilometrar um ánna Donau, men báðar ferðirnar varð hann tikin, og koyrdur aftur í fongsil, fyrstu ferð í Rumenia og aðru ferð í Jugoslavia. Tað eyðnaðist tó Doru at flýggja úr fongslinum, og gekk hann síðani einar 700 kilometrar úr Jugoslavia til Grikkalands. Har sníkti hann seg umborð á farmaskip til Italia, og eftir vandafulla leið, endaði Doru í Vesturtýsklandi, har hann fekk politiskt friðskjól og status sum flóttafólk í 1986. Doru fekk loyvi at arbeiða í Spania, har hann í 1989 av tilvild hitti Guðrið Poulsen, sum var á interrail. Eftir eina miseyðnaða roynd, har hann var tikin í Danmark, eyðnaðist tað Doru at sleppa umborð á Norrønu og at sigla til Føroyar, har hann giftist við Guðrið og hava tey fingið tvey børn. Tað eru í hesum døgum 30 ár liðin, síðan Berlinmúrurin syndraðist, og kommunistiska jarntjaldið spakuliga varð drigið frá. Samstundis eru 40 ár liðin, síðani koncept plátan The Wall hjá Pink Floyd kom út, og eisini 40 ár síðani Michael Jackson gav út plátuna Off the wall . Hesin TemaTýsdagur er bygdur upp við múrum. Hví kom múrurin Hvat umboðar múrurin Hvat gjørdi Berlin múrurin við heimin tá ið hann stóð, og hvat er hent síðani Tað tosa vit við Hans Holm, landafrøðing, og Heina í Skorini, stjórnmálafrøðing, um. Ólavur Rasmussen búði í Týsklandi, tá múrurin fall. Hann fortelur dramatisku søguna um, hvussu hann sníkti seg um markið til Eysturberlin og upplivdi søguna hinumegin frá. Hvussu var at liva í einum kommunistiskum stýri handan jarntjaldið Tað spyrja vit Doru Tiberiu á Torvlaðnum, sum er føddur og uppvaksin í Rumenia, men flýddi haðani í 1989. The Wall hjá Pink Floyd er um múrar í og rundan um okkum menniskju. Vit varpa ljós á útgávuna, nú hon hevur 40 ár á baki, júst hendan mánaðin. Tú kanst hoyra sendingina her Vandi er fyri at Grønland aftur verður miðdepil í eini vápnakapprenning millum USA og Rusland. Tað fer at seta Ríkisfelagsskapin undir trýst, sigur lektari á danska verjuakademinum. Føroyar eru eisini breddanum hjá stórveldunum, og lektarin væntar, at ein radarstøð verður sett upp í Føroyum í næstum. Vit tosa við løgmann um hetta. Birita Mohr í Havn hevur alzheimers og ynskir at fáa settan GPS sendara á seg. Løgtingið skal hósdagin viðgera lógaruppskot, ið heimilar hesum. Vit umrøða røktarfakligu , etisku og løgfrøðiligu viðurskiftini kring hendan spurningin saman við Marjuni Restoff, leiðara á Demensdeildini á Landssjukrahúsinum, Jógvani D. Hansen, heimspekingi og limi í etiska ráðnum, og Eyðhild Skaalum, stjóra á Dátueftirlitinum. Luttakarar Peter Viggo Jakobsen, lektari á danska verjuakademinum, Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, Birita Mohr, alzheimerssjúklingur, Egi Dam, avvarandi, Marjun Restoff, leiðari á Demensdeildini á Landssjukrahúsinum, Jógvan D. Hansen, heimspekingur, og Eyðhild Skaalum, stjóri á Dátueftirlitinum Millum annað hetta stendur í einum kunningarskrivi frá Rúna Joensen, fyrrverandi aðalstjóra í Samferðslumálaráðnum, til Landsverk. Fyrrverandi stjórin í Landsverk, Ewald Kjølbro, hevur annars sagt, at Samferðslumálaráðið var væl og virðiliga kunnað í sambandi við leigumálið um Asfaltverkið á Sundi. Í eini almennari viðmerking herfyri skrivaði Ewald Kjølbro millum annað, at Aðalráðið varð regluliga kunnað í allari tilgongdini og hevur eisini havt møguleika at gera viðmerkingar . Fyrrverandi aðalstjórin vísir í sínum skrivi á, at talan bara var um einvegis kunning á einum, har stjórin í Landsverki førdi orðið meðan løgfrøðiligi ráðgevin ikki segði eitt orð. Samferðsluráðið tók bara ímóti kunningini. Aðalstjórin fataði eisini kunningina soleiðis, at ráðið bara skuldi kunnast av røttum persóni heldur enn at frætta um leigumálið umvegis fjølmiðlarnar. Rúni Joensen sigur, at hann ikki var vitandi um, at ósemja var á Landsverki um talan var um eitt leigumál ella keyp. Hann vísir eisini á, at advokaturin, sum gjørdi upprit um hvørt talan var um leigu ella keyp, eisini var advokatur hjá Asfaltverkinum, og harvið hevði ein dupultleiklut. Hetta var ikki upplýst fyri Samferðsluráðnum, og kom ikki fram fyrr enn í ár, eftir tí, sum Rúni Joensen, fyrrverandi aðalstjóri, upplýsir. Rúni Joensen sigur eisini í frágreiðingini til Landsverk, at eingin leigusáttmáli varð lagdur fyri Samferðsluráðið til góðkenningar. Ein sáttmáli, har ivi kann vera um innihaldið, skal hinvegin leggjast fyri Fíggjarmálaráðið, sum kann góðkenna hann. Fyrrverandi aðalstjórin sigur, at um Samferðsluráðið hevði fingið nøktandi kunning frá Ewaldi Kjølbro og Landsverki, so hevði málið verið lagt fyri Fíggjarmálaráðið til góðkenningar. Danir kunnu ikki forða amerikanarum í at byggja út hernaðarligu støðina í Thule, men mugu royna at ávirka USA fyri at fyribyrgja eina nýggja vápna kapprenning millum USA og Russland í Grønlandi. Tað sigur Peter Viggo Jakobsen, lektari á danska verjuakademinum. Eisini kunnu føroyingar rokna við, at ein hernaðarradari skal setast upp í Føroyum sum skjótast. Maðurin, sum er ættaður úr Iran, hevur í nøkur ár búð ymsastaðni í Evropa, áðrenn hann kom higar um vikuskiftið, sigur vaktleiðarin á Politistøðini í Havn. Verkætlanin 111 góðir dagar hjá Trygva Danielsen fekk størstu stuðulsupphæddina uppá 132.000 krónur í hesum umfarinum. Talan er um ein spælifilm í fýra pørtum. Í stuttum viðger verkætlanin sosiala og tilverueinsemið í modernaðu tilveruni. Tríggjar aðrar filmsverkætlanir fingu eisini 100.000 krónur ella meira. Stuðulin í hesum seinna stuðulsumfarinum í ár verður latin verkætlanum, sum fevna víða. Talan er um alt frá hugskotsmenning til framleiðslu og um bæði spæli , stutt og heimildarfilmar. Hetta er tað seinna stuðulsumfarið í ár. Í apríl vórðu latnar 1,87 milliónir krónur í stuðli til 20 verkætlanir. Trygvi Danielsen 132.000 krónur Julia í Kálvalíð 103.600 krónur Johan Rimestad 103.000 krónur. Rói Davidsen 100.000 krónur. Torfinnur Jákupsson 88.000 krónur. Heri í Ravnagjógv 60.000 krónur. Búi Egason Dam 42.000 krónur. Katrin Joensen Næs 33.000 krónur. Theresa Jákupsdóttir 32.000 krónur. Sakaris Stórá 32.000 krónur. Franklin Henriksen 31.000 krónur. Franklin Henriksen 26.000 krónur. Jóhan Martin Christiansen 26.000 krónur. Zacharis Hammer 25.000 krónur. Birita Mohr í Havn hevur alzheimers og ynskir at fáa settan GPS sendara á seg. Hon hevur upplivað at blíva burtur, men varð skjótt funnin aftur. Vit umrøða røktarfakligu , etisku og løgfrøðiligu viðurskiftini kring hendan spurningin saman við Marjuni Restoff, leiðara á Demensdeildini á Landssjukrahúsinum, Jógvani D. Hansen, heimspekingi og limi í etiska ráðnum, og Eyðhild Skaalum, stjóra á Dátueftirlitinum. Tað var mánakvøldið, at sjónvarpið vísti upptøkur frá Nærabergi, sum vísa útblaking. Hanus Hansen, reiðari, vildi heldur ikki í gjár gera samrøðu við Kringvarpið um upptøkurnar. Hanus Hansen sigur, at hetta ongar avleiðingar fær fyri skipara ella manning á Nærabergi. Tó sigur Hanus Hansen, at hann og skiparin í felag fara at taka støðu til, hvussu slíkt skal fyribyrgjast framvyir. Kjakið um, hvar markið fyri, hvat almenni arbeiðsgevarin kann rinda til síni starvsfólk, er kyknað aftur, eftir at Ílegusavnið keypti 14 venjingarhald til síni starvsfólk. Løgreglan er nú liðug at kanna, um revsimál skal reisast móti gamla Eik Banka í sonevnda skattamálinum. Tað váttar Michael Boolsen, fúti. Eg kann ikki siga nakað ítøkiligt um støðuna í málinum, tí málið er framvegis til viðgerðar, men eg kann tó upplýsa, at kanningin er liðug, og at málið er sent til ákærumyndugleikan til løgfrøðiliga meting, skrivar fútin millum annað í svarinum til VP. Taks meldaði Betri Banka til løgregluni fyri góðum tveimum árum síðani, eftir at løgrfrøðingurin Bárður Larsen hevði kannað, hvat fór fram í sambandi við viðgerðina av sjálvuppgávuni hjá bankanum fyri árið 2011. Løgreglan hevur síðani í samstarvi við danska bakmanspolitiið kannað, um revsimál kann reisast móti bankanum fyri skattaundandrátt fyri 90 milliónir krónur. Sjálvt um eg ásanni, at ein tvey ára málsviðgerðartíð kann tykjast long, merkir tað ikki, at málið hevur verið niðurraðfest, skrivar Michael Boolsen víðari í svarinum til Vágaportalin. Í løtuni leggur ein arbeiðsbólkur við fólki úr Mentamálaráðnum, Útlendingastovuni og Skúlaleiðarafelagnum síðstu hond á eina yvirskipaða ætlan um, hvussu næmingar við øðrum móðurmáli enn føroyskum verða integreraðir og inkluderaðir í fólkaskúlanum. Arbeiðsbólkurin skal lýsa støðuna og meta um, hvussu skúlarnir eiga at taka ímóti næmingum, sum hava annað móðurmál enn føroyskt ella annan uppruna enn føroyskan, skrivar Skúlablaðið Tá ið arbeiðsbólkurin hevur handað frágreiðingina um ársskiftið, verður farið víðari og innanhýsis arbeiðsbólkur settur í Mentamálaráðnum, ið skal arbeiða víðari við málinum. Lærarar hava leingi víst á tað óhepna í, at eingin yvirskipað ætlan er um, hvussu næmingar við øðrum móðurmáli enn føroyskum verða inkluderaðir í skúlanum. Útbúgvingin má leggja upp fyri, at mentanin hjá hesum næmingum er øðrvísi enn okkara, at hugsanarhátturin er øðrvísi og at uppalingin av teimum er øðrvísi, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í undirvísingarmálum. Í vár varð ein kunngerð gjørd um undirvísing í føroysk máli og mentan til næmingar av øðrum uppruna enn føroyskum. Kunngerðin er ikki lýst ella sett í gildi. Tað er ikki nóg gott, at lærarar mugu arbeiða eftir besta førimuni uttan nakra yvirskipaða ætlan. Tá ið frágreiðingin er komin, eru vit komandi munandi longri, sigur landsstýrismaðurin sambært Skúlablaðnum. Á fíggjarætlanini hava vit sett 2000 krónur av til eitt ognarkort til hvønn borgara millum 0 og 17 ár. Børn og ung ráða sjálvi fyri, hvussu kortið verður brúkt eftir teirra egna áhuga. Runavíkar býráð samtykti eina líknandi skipan fyri tveimum vikum síðani í fyrstu syftu sum royndarskipan. Nakrar dagar seinni boðaðu grannarnir í Nes kommunu frá, at tey somuleiðis fara undir átakið. Frítíðarkortið er eitt persónligt ognarkort, sum kann nýtast til ítróttar , mentanar og frítíðarøkinum. Virðiskortið er skattskyldugt, siga TAKS og løgfrøðiligur ráðgevi, sum Runavíkar kommuna hevur tosað við. Tá skal hann hava roynt at fáa ukrainska forsetan til at kanna tættasta mótstøðumannin, demokratin, Joe Biden, tí sonur hansara var nevndarlimur í ukrainska orkufelagnum, Burisma Holdings, frá 2014 og til í ár. Demokratarnir vilja vera við, at Trump á tann hátt setti síni egnu áhugamál yvir tey hjá samfelagnum, og tað fekk ein fregnartænastuleiðara til at boða frá, umvegis eina sonevnda whistleblowaraskipan. Fyrrverandi diplomaturin í Ukraina, William Taylor, varð avhoyrdur í kongressini í oktober, men tað var fyri læstum hurðum. Hann verður aftur avhoyrdur í dag, men nú kann almenningurin fylgja við. Mett verður, at William Taylor hevur stóran týdning í málinum, tí hann hevur verið í almennari tænastu í 50 ár, og hevur verið sendiharri í Ukraina. Ein annar royndur diplomatur, sum eisini skal avhoyrast í dag, er George Kent. Hann er eisini avhoyrdur fyrr, men nú verður avhoyringin almenn. Hann hevur arbeitt í uttanríkistænastuni síðani í 1992, og hevur verið millum annað í Póllandi og Thailandi. Hann starvast nú í amerikanska uttanríkisráðnum, sum millum annað serfrøðingur í ukrainskum viðurskiftum. Komandi dagarnar verða fleiri onnur avhoyrd, millum annað fyrrverandi sendiharrin í Ukraina, Marie Jovanovitj, sum var sendiharri frá 2016 til í ár, tá hon kom heim fyri tíð. Hon skal avhoyrast fríggjadagin. The Wall hjá Pink Floyd er um múrar í og rundan um okkum menniskju. Gjøgnum persónssøguna hjá høvuðspersóninum fær komponisturin langað út eftir tí samfelag, hann livir í. Saman við konuni Lis og einum amerikanara, hevði hann brotið seg um hegnið inn í Eysturtýskland og koyrt inn í Berlin, har mannamúgvurnar kravdu at sleppa vesturum. Skúlin motiverar næmingarnar við rósi og ummæli. Um lærarar eisini megna at aktivera næminganna innaru motivatión, stuðlar tað undir sjálvsálitið og ger næmingarnar meira sjálvstøðugar. Brádliga undir einari konsert hjá Ariana Grande, kemur ein maður yvir til Randarsól og spyr hana, um hon hevur hug at verða modell. Eisini spyr hann, um hon kann koma við sær, so hann kann taka nakrar myndir av henni á kontórinum. Randarsól bleiv eitt sindur bilsin og sýtti fyri at fara við manninum. Dagin eftir konsertina fekk hon sama fyrispurning hesa ferð á Stroynum í Keypmannahavn. Hetta var ein kvinna frá einari aðrari modellstovu sum spurdi, um Randarsól hevði hugsað um at verða modell. Kvinnan, sum var frá Unique Models, ringdi til mammu Randarsól, Vibeke Michaelsdóttir, og bjóðaði teimum báðum til ein fund og myndatøku. Fyribils hevur Randarsól gjørt ein tvey ára sáttmála við Unique Models, har hon tvær ferðir um árið skal til Danmarkar at taka myndir. Vit fara til lækna, tá vit eru mest viðbrekin og líta á hann. Men álitið kann misbrúkast. Brennpunkt hevur gravað í pengastreymunum hjá og kring læknum. Komið er fram á fleiri læknar, sum misbrúka álitið, ið er víst teimum fyri at tjena mest møguligt. Er eftirlitið nóg gott, og hvussu stórur er møguleikin fyri at verða tikin Løgreglan eru nú liðug við sínar kanningar av skattamálinum um gamla EIk Banka og hevur sent málið til ákærumyndugleikan til løgfrøðiliga meting. TAKS meldaði Betri Banka til løgregluna fyri góðum tveimum árum síðani, eftir at løgfrøðingurin Bárður Larsen hevði kannað, hvat fór fram í sambandi við viðgerðina av sjálvuppgávuni hjá bankanum fyri árið 2011. Løgreglan hevur síðani í samstarvi við danska bakmanspolitiið kannað, um revsimál kann reisast móti bankanum fyri skattaundandrátt fyri 90 milliónir krónur. Partarnir í málinum hava nú bíðað í tvey ár eftir eini niðurstøðu, og tí hevur málsviðgerðin høga raðfesting hjá ákærumyndugleikanum, lovar Michael Boolsen, fúti. Í morgunsendingini greiddi Maria frá teimum kenslum og gerandisligu avbjóðingum, sum merkja lív hennara, eftir at hon misti mannin. Sorgarbólkar eru ein góður máti at arbeiða við sorgini uppá, tí teir hjálpa móti einsemiskensluni, sigur Jansy Gaardlykke, dagligur leiðari í Krabbameinsfelagnum. Tað skrivar Rúni Joensen, fyrrverandi aðalstjóri í Samferðslumálaráðnum, í nýggjum notati um, hvat fór fram, tá Landsverk kunnaði landsstýrið um leigusáttmálan av Asfaltverkinum. Rúni Joensen, fyrrverandi aðalstjóri í Samferðsluráðnum, leggur Annfinn Vitalis Hansen, advokat, undir at hava havt ein dupultleiklut, tá leigusáttmálin millum Asfaltverkið og Landsverk skuldi vigast løgfrøðiliga. Advokaturin, sum varð biðin um at gera notatið um leigusáttmálan, var eisini advokatur hjá Asfaltverkinum. Hetta var ongantíð upplýst fyri Samferðslumálaráðnum og er nú komið undan kavi í 2019 , skrivar Rúni Joensen. Um hann hevur gjørt okkurt arbeiði fyri Landsverk, so hevur tað verið aftaná, at sáttmálin millum Landsverk og Asfaltverkið varð undirskrivaður, sigur hann. Hann leggur afturat, at har er eingin konflikt, um sáttmálin varð undirskrivaður. Harafturat sigur Annfinn Vitalis Hansen, at tað man hava verið ein lítil viðmerking, har Landsverk hevur spurt um hansara meining ella ráðgeving, um hann hevur gjørt nakað. Og tí hevur hann heldur ikki sent Landsverki eina rokning fyri hetta, sigur hann við útvarpið. Annfinn Vitalis Hansen var advokatur fyri Asfaltverkið, tá ið Asfaltverkið og Landsverk gjørdu leigusáttmála. Tað váttar Annfinn Vitalis Hansen. Rúni Joesen, fyrrverandi aðalstjóri, sigur, at um sama mundið gjørdi Annfinn Vitalis Hansen ta metingina, at sáttmálin var ein leigusáttmáli og ikki keyps ella leasingsáttmáli. Landsgrannskoðanin kolldømi annars leigusáttmálan seinni og segði, at talan als ikki var um nakra leigu, men um keyp. Annfinn Vitalis Hansen sigur, at um hann hevur gjørt nakað fyri Landsverk, so hevur tað verið aftaná, at leigusáttmálin millum Landsverk og Asfaltverkið, sum hann umboðaði, var undirskrivaður, og tí var hann ikki advokatur hjá Asfaltverkinum meira. Reglurnar fyri, hvussu advokatar skulu arbeiða, eru at finna í advokat etisku leiðreglunum, sum Advokatnevndin og dómstólarnir hava gjørt. Har stendur, at ein advokatur ikki má hjálpa einum kunda í støðum, har ein interressukonflikt er, ella har vandar eru fyri, at ein slík konflikt kann taka seg upp. Á heimasíðuni hjá Advokatnevndini stendurm, at brýtur ein advokatur leiðreglurnar, so ásetur nevndin eina revsing. Honkann vera ein átala, bót og í grovum føri kann nevnið tíðaravmarkað og treytað taka loyvið hjá advokati at virka. Úrskurðurin hjá nevndini skal í slíkum førum almannakunngerðast. Í dag er tað Fíggjarmálaráðið, sum varðar av Landsverki. Útvarpið hevur spurt seg fyri har, hvat ráðið fer at gera við ákærurnar um, at advokaturin skal hava brotið leiðreglurnar um góðan advokatsið. Bjarki Skúvadal flutti í 1970 heim og fór á læraraskúla. Eftir fimm árum fekk hann lærarastarv í Vestmanna, sum hann røkti í 27 ár. Í februar 1959 var hann við íslendska trolaranum Eystfirðingi av Fáskrúðsfirði á Ný Fundlandsmiðunum, tá 10 íslendskir trolarar komu illa fyri í illveðri. Íslendska reiðaríið Samherji hevur seinastu tíggju árini mutrað leiðandi politikarar og embætisfólk í Namibia fyri at fáa hendur á landsins virðismiklu fiskikvotum. Eftir í fleiri mánaðir at hava granskað skjøl frá Wikileaks, eru journalistarnir komnir fram til, at Samherji hevur vunnið nógvan pening burtur úr namibisku kvotunum, og at reiðaríið hevur flutt profittin úr Namibia í eitt tiltikið skattskjól. Hetta er brotsmannavirksemi. Hetta er skipaður kriminalitetur. Samherji fær vinning burturúr tilfeinginum í Namibia og tekur allan peningin úr landinum og ger íløgur aðrastaðni í USA ella Europa, sigur Johannes Stefansson við RÚV. Eg breyt lógirnar til frama fyri Samherja, meðan eg arbeiddi har. Eg var maðurin, sum fekk kvoturnar og fekk sambondini í lag eftir boðum frá mínum leiðarum í Samherja, sigur Johannes Stefansson við RÚV. Í næstan tíggju ár hevur Samherji havt tríggjar verksmiðjutrolarar í Namibia, har teir hava fiskað rossamakrel. Samherji er eisini virkið í Føroyum sum partur av einum av størstu reiðaríunum her. Samherji eigur umleið ein fjórðing í føroyska reiðarínum Framherja í Fuglafirði og hevur millum annað rættin at fiska næstan ein triðing av føroysku kvotunum í Barentshavinum. Harumframt hava skipini Fagraberg og Høgaberg eina ørgrynnu av øðrum fiskiloyvum í føroyskum sjógvi sambært almennu upplýsingunum á teyggjan.fo. Útróðrarbátarnir í bólki 5B skulu gevast at fiska í seinasta lagi á midnátt í kvøld. Tað boðar Vørn frá. Í gjárkvøldið vóru bara 21 fiskidagar eftir, stendur í fráboðan frá Vørn. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, segði fyrr í vikuni, at ætlanin er at broyta kunngerðina, so dagar verða fluttir frá útróðrarbátunum í bólki 5A til bátarnar í bólki 5B. Hon er serliga kend frá 70ara og 80ara rokki, men hon er eisini brúkt í poppi og øðrum tónleikasjangrum, eyðkenda neytabjøllan ella cowbell in. Ein heilur tími við tónleiki, so onkursvegna verður borin fram av neytabjølluni. Her er tónleikur við The Beatles, Guns n Roses, Rage Agains The Machine, LCD Soundsystem, Prince og monum øðrum Jóannes Bjartalíð og Jóannes Kalsø Danielsen hava havt nakrar frálíkar fótbóltsvikur. Fyrst eydnaðist teimum báðum at spæla seg inn í landsliðshitan av álvara, og síðan vóru teir við til at tryggja KÍ sítt fyrsta FM heitið í 20 ár. Sum um tað ikki var nóg mikið, so vann Jóannes Bjartalíð heiðurin sum ársins spælari og ársins miðvallari, meðan Jóannes Kalsø Danielsen kundi kalla seg ársins verjuleikara. Teir báðir hava kortini ikki lagt seg upp afturá. Teir eru aftur við í landsliðshópinum hjá Lars Olsen hesa ferð til dystirnar móti Noreg og Svøríki Teir vilja fegnir gera sítt til, at Føroyar og kanska serliga Lars Olsen og Atli Gregersen, sum gevast sum ávíkavist venjari og spælari fáa tveir góðar dystir til endans. Vit hava gott mót. Tað er fyrst og fremst hugburðurin, ið skal bera okkum og tað harða arbeiðið, og so má hitt koma, segði Jóannes Bjartalíð undan venjingini á Sundby Idrætspark. Eg haldi eisini, at tað hevur týdning, at vit vísa komandi landsliðsvenjaranum, hvat hann hevur at arbeiða við, og vit, sum eru í hópinum, skulu gera ein góðan innsats, segði Jóannes Kalsø Danielsen. Føroyska landsliðið hevur vant í Danmark í nakrar dagar, og hósdagin gongur leiðin víðari til Oslo. Dysturin móti Noreg verður spældur fríggjadagin klokkan 17 00. Seinastu tíggju árini hevur Atli Gregersen verið fastur fúsur í føroysku verjuni, men verjuspælarin, sum hevur spælt 57 dystir og skotið eitt mál fyri Føroyar, takkar fyri seg eftir dystirnar móti Noregi og Svøríki. Til gaman og álvara er heiti á bók um Havnar sjónleikarfelag. Høvundarnir Erling Isholm og Karin Djurhuus vitja fyrst í seinna tímanum. Tað er ikki bert hernaðarlig atlit, sum verða tikin, um danir nú seta ein hernaðarligan radara upp í Føroyum, sigur Sámal Tróndur Finnsson Johansen, søgufrøðingur. Tað er ein súmbolsk gerð, sum skal vísa, at danir hava ræðisrættin í Føroyum, tí danir vilja sita við borðið í Arkits, heldur hann. Sámal Tróndur Finnsson Johansen granskaði í 1997 1999 í amerikonskum skjalagoymslum, sum skjalprógvaðu hvat fór fram, tá hernaðarligar umsjónarstøðir vórðu settar upp í Føroyum í 50 unum. Føroyskir myndugleikar vistu nógv, men ikki alt fór út til almenningin. Eitt nú valdi løgmaður tá ikki at fortelja almenninginum um, at talan var um tvær støðir eina NATO støð og eina Amerikanska støð. Men verður meira opinleiki hesuferð, nú danir í fleiri umførum hava tosað um, at føroyingar í størri mun skulu hava innlit og ávirkan á, hvat hendir á uttanríkis og trygdarpolitikkinum Nøkur viðurskifti eru broytt vinstravongurin í Føroyum er fánaður, og tí verður helst ikki sama mótstøða haraftrat hevur loysingarvongurin ikki beinleiðis mótstøðu ímóti hernaðargeringini av Føroyum, sigur Sámal Tróndur Finnsson Johansen. Hinvegin er tann støðan ikki broytt, at føroyskir politikarar ikki hava í hyggju at lata Føroyar sjálvar gjalda fyri hernaðarligt vald og ávirkan altso gjalda til NATO, eins og Danmark ger. Pensjónirnar skulu aftur broytast. Í valstríðnum lovaðu flokkarnir, sum vunnu løgtingsvalið, pensjónistunum fleiri pengar. Og nú skulu vallyftini fremjast í verki. Kjak millum Jørgen Niclasen og Aksel V. Johannessen í útvarpsstovuni í dag. Føroyskir myndugleikar vistu nógv, tá radararnir vórðu settir upp á Sornfelli í 50 unum , men ikki alt. Tað var heldur ikki alt, ið teir ynsktu at vita. Avmarkað var eisini, hvat skuldi út til almenningin, var valið hjá politikarum, sigur søgufrøðingur, sum hevur granskað í amerikanskum skjalasøvnum um køldu tíðina eftir annan heimsbardaga. Í dag byrjaðu fyrstu almennu avhoyringarnar í sambandi við ríkisrættarmálið ímóti Donald Trump, forseta. Vit hyggja nærri at, hvat málið snýr seg um, og hvørjar avleiðingar, ið tað kann fáa. Luttakarar Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, Aksel V. Johannessen, formaður í Javnaðarflokkinum, Ruth Vang, limur í fíggjarnevndini, Magnus Rasmussen, formaður í fíggjarnevndini, Sámal Tróndur Finnnson Johansen, søgufrøðingur. Egyptaland hevur verið semingsfólk millum partarnar fyri at fáa enda á hørðu samanbrestunum millum Ísrael og palestinska bólkin, Islamskt heilagt kríggj, skrivar AP tíðindastovan. Talsmaðurin fyri Islamskt heilagt krígg, Musab al Berim, sigur, at avtalan um vápnahvíld kom í gildi klokkan 5 30 lokala tíð í morgun. Hann sigur, fleiri krøv vórðu sett til Ísrael í avtaluni. Eitt krav er, at Ísrael ikki skal fremja fleiri málrættað álop móti leiðarum fyri bólkinum. Ísrael hevur enn ikki váttað avtaluna um vápnahvíld. Eitt annað krav, sum skal vera gingið á møti, er, at Ísrael skal gevast við atsóknum móti mótmælisfólkum í Gasageiranum, skrivar ísraelska blaðið, Haaretz. Ziyad al Nakhalah í Jihad segði við libansku sjónvarpsrásina, Al Myadeen TV, í gjárkvøldið, at tey høvdu trý krøv til Ísrael fyri at talan skuldi vera um vápnahvíld. Stutt áðrenn avtalan kom í gildi í morgun, lupu ísraelskar luftdeildir á í Gasa, har seks sivilfólk lótu lív, siga íbúgvar í økinum. Ísraelska deildir hava enn einki sagt um álopið í Deir al Balah. Higartil eru 32 palestinar dripnir í ísraelskum álopum, triðingurin er sivlifólk. Hørðu samanbrestirnir millum Jihad og Ísrael brustu á týsdagin, eftir at ein av leiðarunum í Jihad, Bahaa Abu el Atta, varð dripin í ísraelskum álopi. Ísrael bumbaði eisini húsini hjá einum øðrum leiðara í palestinska bólkinum í Damaskus. Palestinar hava úr Gasa skotið 360 rakettir síðani el Atta varð dripini, sigur ísraelski herurin. Flestu rakettirnar vórðu steðgaðar av rakettverjuni hjá Ísrael. Men kortini vórðu nøkur hús og motorvegur rakt, men eingin hevur latið lív ísraelsku megin, skrivar NTB. Umstøðurnar við bara einum varðhaldi hava við sær, at avbyrging verður brúkt meira, enn neyðugt hevði verið, um vit bæði høvdu varðhald og fongsul í Føroyum. Í morgin kemur uppskot um dagføringar í rættargangslógini til fyrstu viðgerð í løgtinginum, og Amnesty hevur nýtt høvið at koma við nøkrum viðmerkingunum. Í hoyringarskrivinum vísir Amnesty á, at fongsulsviðurskiftini elva til óneyðuga nógvar avbyrgingar, og at avbyrgingarnar høvdu verið færri, um vit høvdu meira enn bara eitt varðhald í Føroyum. Amnesty tekur tó væl ímóti nøkrum av dagføringunum í rættargangslógini. Eitt nú broytingarnar í ásetingunum um rættin til hjásita. Vit vóna, at hetta hevur við sær, at ákæruvaldið fær møguleika at hava ein lista av hjásitum, so tað verður skjótari hjá til dømis teimum, sum melda neyðtøkumál at fáa skjóta og væl upplýsta atgongd til ein hjásita. Egyptaland hevur verið semingsfólk millum partarnar fyri at fáa enda á hørðu samanbrestunum millum Ísrael og palestinska bólkin, Islamskt heilagt kríggj, skrivar AP tíðindastovan. Talsmaðurin fyri Islamskt heilagt krígg, Musab al Berim sigur, at avtalan um vápnahvíld kom í gildi klokkan 5.30 lokala tíð í morgun. Hann sigur, at fleiri krøv vóru sett til Ísrael í avtaluni. Eitt krav er, at Ísrael ikki skal fremja fleiri málrættað álop móti leiðarum fyri bólkinum. Ísrael hevur enn ikki váttað avtaluna um vápnahvíld. Eitt annað krav, sum skal verða gingið á møti, er, at Ísrael skal gevast við atsóknum móti mótmælisfólkum í Gasageiranum, skrivar ísraelska blaðið, Haaretz. Ziyad al Nakhalah í Jihad segði við libansku sjónvarpsrásina, Al Myadeen TV, í gjárkvøldið, at tey høvdu trý krøv til Ísrael fyri at talan skuldi verða um vápnahvíld. Í morgun er friðarligt í Gasageiranum, skrivar Haaretz, men hóast vápnahvíld er, eru fleiri skúlar stongdir. Stutt áðrenn avtalan kom í gildi í morgun, skulu lupu ísraelskar luftdeildir á í Gasa, og seks sivilfólk lótu lív, siga íbúgvar í økinum. Higartil eru 32 palestinar deyðir í ísraelskum álopum, triðingurin er sivlifólk. Hørðu samanbrestirnir millum Jihad og Ísrael brustu á týsdagin, eftir at ein av leiðarunum í Jihad, Bahaa Abu el Atta, varð dripin í ísraelskum álopi. Ísrael bumbaði eisini húsini hjá einum øðrum leiðara í palestinska bólkinum í Damaskus. Palestinar hava úr Gasa skotið 360 rakettir síðani el Atta varð dripini, sigur ísraelski herurin. Flestu rakettirnar vórðu steðgaðar av rakettverjuni hjá Ísrael. Men kortini vórðu nøkur hús og ein mtorvegur rakt, men eingin hevur latið lív Ísraels megin, skrivar NTB. Hesar báðir dagarnir skulu brúkast til at rudda upp eftir útlendskum ferðafólkum, umvæla oyðilagdar lutir og seta niður plantur, skrivar heimasíðan, Trends og Travel.dk. Guðrið Højgaard sigur við heimasíðuna, at talan er ikku bara um tøl og pengar. Vit hava eisini ábyrgd fyri okkara samfelagi og vøkru náttúru. Vit vilja varðveita og verja oyggjarnar fyri at tryggja okkum burðardyggan og ábyrgdarfullan vøkstur, sigur hon við heimasíðuna. Pláss verða fyri 100 sjálvbodnum at koma til Føroyar at hjálpa við høvuðsreingerðini og viðlíkahaldinum av náttúruni. Tey sjálvbodnu skulu sjálv rinda fyri ferðina til Føroya, men tey fáa ókeypis uppihald og mat. Tað gongst ógvuliga væl hjá Kjartani Johansen í hondbóltsfelagnum, Viking Stavanger. Umframt at hann er toppskjútti í deildini, hevur lið hansara fult stigatal eftir átta dystir og liggur á fremsta plássi. Glopraregn hevur verið á leiðini, og fyrrakvøldið var flóðin 187 sentimetrar omanfyri vanligu hæddina, og bygningar og torg stand undir í vatni. Borgarstjórin sigur, sambært Reuters, at umvælingararbeiðið fer helst at kosta fleiri hundrað miljónir evrur. Sambært tølum frá Markus kirkjuni er hetta sættu ferð í 1.200 ár, at kirkjan stendur undir í vatni. Fýra av vatnflóðunum hava verið innanfyri seinastu 20 árini, sigur Pierpaolo Campostrini, sum er limur í kirkjuráðnum, við BBC. Myndugleikarnir hava síðani 2003 arbeitt við stórari verkætlan at gera verjugarð, har 78 stórir stálkassar í havinum skulu verja økið móti stormflóð. Verkætlanin skuldi, eftir ætlan verða liðug í 2011, men er seinkað fleiri ferðir. Sorgblíðu countrysangirnir um einsemi og longsul munnu hava borið við eina viðkvæma lind í føroysku fólkasálini longu frá fyrstan tíð, at sangirnir hava verið at hoyrt úti í Norðuratlantshavi. At vit flóna um hjartað av hesum tónleiki er ikki bara tí, at tað er ein søga um eina fremmanda tónleikamentan, sum føroyingar hava funnið aftur og sjálvir eru farnir at tulka, hon varpar eisini ljós á okkara samleika, søgu og tónamentan . Soleiðis verður sagt í nýggjari stuttrøð um føroyingar og countrytónleik, sum Kringvarp Føroya fer at senda í sjónvarpinum komandi tvey hóskvøldini. Stuttrøðin Eg reið mær avstað , sum Suni Merkistein hevur lagt til rættis og Rúni Friis Kjær hevur klipt og sett saman, varpar ljós á tvær føroyskar meginútrásir. Greitt verður frá, hvussu føroyskir langfarasjómenn, ið fiskaðu á fjarleiðum fyri á leið seksti árum síðani, fingu tokka til tann amerikanska countrytónleikin, sum teir bóru við sær heim undan Ný Foundlandi. Soleiðis birtist ansurin í Føroyum upprunaliga fyri hesum tónleiki. Hóast countrysiðvenjan man standa sterkari í Føroyum enn í londunum uttan um okkum, gingu kortini fleiri ár til country vaks fram sum ein føroysk tónlistagrein fyri seg. Og her koma vit til aðru útrásina. Søgan byrjar í 1989 fyri tretivu árum síðani. Tá fer hin tá 23 ára gamli tónleikaframleiðarin Jákup Zachariassen av sínum eintingum til Nashville. Ørindi hansara eru at vita, um áhugi er á amerikansku countryháborgini fyri føroyska sangaranum Alex Bærendsen. Soleiðis byrjar ein næstan ævintýrlig søga um gávaðar føroyskar amatørar og hitt mæta A liðið í Nashville. Í higartil óbrúktum filmsupptøkum fylgja vit Jákupi Zachariassen í upptøkuhølum í Nashville saman við Halli Joensen og Kristinu Bærendsen tveimum av best umtóktu føroysku countrysangarunum nú á døgum. Eg reið mær avstað lýsir í stórum søguna um hesi trý høvuðsnøvnini á føroyska countrypallinum, men í afturliti verður ljós eisini varpað á eitt nú Alex Bærendsen. Tónleikaframleiðarar og countrykennarar, nevnast kunnu Óli Poulsen, Niclas Johannesen, Birgir Kruse og Petur Rouch, greiða frá og bera fram sína hugsan em evnið. Eg reið mær avstað hevur nú í heyst verður sýndur sum biograffilmur bæði í Havnar Bio, Løkshøll í Runavík og í Salti í Suðuroy, men nú verður søgan send í sjónvarpinum í tveimum pørtum. Hvussu eru reglurnar, tá vit úttala fólkanøvn Fleiri dømi eru, har fólk úttala sítt navn uttan at tað er í samsvari við galdandi mállæru ella reglur. Hvør hevur tá rætt Tann, ið ber navnið, ella reglugerðirnar Reglurnar eru ógreiðar, og tá tað er talan um fólkanøvn er rættast at virða tað, sum viðkomandi, ið ber navnið, sjálv ella sjálvur sigur, heldur Elin Henriksen, málkøn. Tað er rætt og slætt møsn at siga, at okkurt er farið við síðurnar av, ella at eg siti við síðurnar av henni, tí tað merkir báðumegin. Og tað ber ikki til, sigur Elin Henriksen. Eg haldi hetta vera eitt ótrúliga spennandi mál, og hetta endaði eisini við at vera eitt mál, sum kom at vera sera tætt at mínum lívi. Tað hevði persónligar avleiðingar fyri nógv fólk eisini fyri meg sjálvan. Jan Lamhauge hevur givið út bókina Svik, sum fer ígjøgnum nógv umrødda skattamálið hjá gamla Eik banka. Tað málið verður neyvt gjøgnumgingið í bókini, bæði Betri banki og Taks fáa sítt, men samstundis snýr bókin seg um nógvar persónar, og hvørjar avleiðingar málið fekk fyri Kringvarpið, sum framleiddi sendingarnar um skattamálið. Í 2018 varð hátíðarhildið, at 100 ár vóru liðin, síðan sjónleikarar í Havn stovnaðu Havnar sjónleikarfelag. Ein partur av hesum var at fáa søguna um sjónleikin í Havn út í bók. Nú er hon komin. Hoyr samrøðuna við Karin Djurhuus, fyrrverandi forkvinnu í Havnar sjónleikarfelag, og Erling Isholm, søgufrøðing, sum hava skrivað og ritstjórnað bókina. Hoyr Sonju Klein eitt nú greiða frá, tá hon byrjaði í starvi sum tann triðja í røðini av kvinnuligum prestum í Føroyum. Tá vóru summi, sum ikki hildu at tað hóskaði seg, at kvinnur vóru prestar. Fyri er ein av teimum fyrisetingunum, sum bæði tekur hvønnfall og hvørjumfall, og ikki er altíð so lætt at vita, hvat tað skal vera. Til dømis verður ofta sagt, at jólafest er fyri børnum, men har skal tað vera fyri børn, tí talan er um eitt tiltak, har børnini eru við. Tey sleppa at syngja, dansa og spæla. Hon leggur afturat, at reglurnar ikki eru púra fastar, men talan er um meginreglur, og hvussu vanliga verður sagt. Og harafturat kunnu munir vera á málførum, sigur hon. Hvørjumfall Hvørjumfall nýta vit, tá talan er um á staðnum og óbroytt viðurskifti Fjørðurin liggur opin fyri havalduni. Soleiðis var fyri mongum árum síðani. Saman við neyðugum staðarhjáorðum, ið enda við an, stýrir fyri vanliga hvønnfalli Konan gekk framman fyri mannin. Tey stóðu uttan fyri húsini. Bøurin er niðan fyri vegin. Men gevur setningurin somu meining við ongum staðarhjáorði, er vanliga hvørjumfall um tað annars skuldi verið hvørjumfall sambært omanfyristandandi Gøtan lá greið framman fyri honum. Knappliga stóð eitt trøll framman fyri manninum og forðaði honum . Fyri børn ella børnum Jólafest fyri børn tá skulu børnini taka lut, dansa jólatræ, spæla, eta og so framvegis. Jólafest fyri børnum tá sleppa børnini bara at hyggja at jólafestini Tað ber til dømis ikki til at sita við síðurnar á einum persóni. Um ein sigur, at hann situr við síðurnar á av henni , situr hann báðumegin við. Tað sama er galdandi um at skjóta ella kasta bóltin og raka við síðurnar av málinum . Er onkur, sum fegin vil vanda sær um málið, so er tað kortini betri at siga ella skriva undir liðini á ella lið um lið , sigur Elin Henriksen. Dann Thorleifsson og Arne Leivsgard, keyptu herfyri ein málning, sum teir eftir ætlan skuldu klippa sundur í skivur, til at brúka sum bakvegg í urum, ið teir ætlandi skulu undir at framleiða. Tað er tó ikki vist, um tað nakrantíð kann gerast ein veruleiki, tí danski listamaðurin, Tal R, ið hevur gjørt málningin, hevur stevnt føroyingarnar fyri at gera seg inn á sítt listaverk. Hesum eru Dann og Arne ósamdir í. Teir vilja vera við, at teir geva listaverkinum eitt nýtt lív og at við list ber til at flyta mørk. Føroyingarnir skulu í rættin hósdagin 21. november. Hoyr samrøðuna, sum morgunsendingini gjørdi við Dann Thorleifsson í morgun. Hesa vikuna vitjaði Nón á skrivstovuni hjá Regini, sum er býlingsstjóri í SMS. Har hongur eitt av teimum listaverkum, sum Regin hevur ein serligan tokka til. Loftar tú mær er nýggjasta bókin hjá Rakel Helmsdal. Hon fer at greiða frá ínnihaldinum í bókini og eisini eitt sindur um tað, hvussu hon leggur myndir til bókina. Bergur Rasmussen hevur týtt fleiri vælkendar bøkur. Hann fer at greiða frá, hvussu hann týðir, eitt nú høvnini í Hervilga Henry bókunum. Ingun Christensen hevur skrivað bøkurnar Løgmansdóttirin á Steig og Húsfrúgvin í Húsavík. Hon fer at greiða frá, hvussu tað er at srkvia bøkur útfrá sagnum. Men nú hevur ferjan ligið við bryggju við siglingarforboði í tvey ár. Johansen familjan er hugað at lata alt fyri at fáa hana í sigling aftur. Í køkinum vegleiðir Adam Aamann okkum í siðbundnum jólamati og lovar, at øll megna at hava jólaborðhald heima, eisini Tina, sum hesa ferð er gestur í køkinum. At byrja leikin við jarðarferðini riggar sera væl, siga Ria Tórgarð, sjónleikari og leikstjóri, og Birna Heinesen, dramaturgur, millum annað í ummælinum av leikinum Hamlet, ið Det Fer sche Compagnie hevur tikið stig til. Hetta er ein stórsligin uppseting, sum setur stór krøv til leikararnar, sjálvur pallurin eru framúr ella pallarnir, tí spælt verður um alt húsið, samstundis sum hetta eisini gevur áskoðaranum møguleika at uppliva arkitekturin í Norðurlandahúsinum á ein øðrvísi hátt. Tú kanst hoyra ummælið av Hamlet her Frank hevur gjørt ein vev og er farin undir at veva eina máttu úr rughálmi, sum hann ætlar at brúka til at leggja oman yvir rótaveltuna. Og so má tarvkálvurin Mogens lata lív. Í kvøld koma rithøvundarnir Vigdis Hjorth og Jan Grue til Brenner live . Nýggja skaldsøgan hjá Vigdis Hjort , Lærerinnens sang , snýr seg um,at nakað hendir við sjálvsfatanini, tá ein studentur brúkar lærarinnuna sum útgangsstøði til at finna samsvar millum lív og læru. Jan Grue hevur skrivað Jeg lever et liv som ligner deres , um at liva við viðkvomum kroppi. Og Nosizwe skal syngja My baby just cares for me . Nú búgva knappliga 52.000 fólk í Føroyum, upplýsir Hagstovan. Burðaravlopið seinasta árið hevur verið 280 fólk og nettotilflytingin 595. Størsti fólkavøksturin hevur verið í Eysturoynni, Vágum og í Havn. Vøksturin var nakað minni í Norðoyggum, lítil í Suðuroynni, men eingin í Sandoynni. Í Streymoynni, tá høvuðsstaðurin ikki er íroknaður, vaks fólkatalið við 40 fólkum, og í Suðuroynni 32 fólk. Hinvegin minkaði fólkatalið í Sandoyar sýslu seks fólk. Sambært lógini skal umboðsmaðurin í ávisum førum boða formansskapinum i tinginum, løgmanni, landsstýrisfólki ella kommunustýri frá síni avgerð. Í fjør varð ein slík fráboðan latin løgtinginum. Umboðsmaðurin tók í fjør tvey mál til viðgerðar av egnum ávum. Annað málið varð endaliga avgreitt við árslok í fjr. Haraftrat vórðu trý eldri mál avgreidd í fjør. Umboðsmaðurin skal eisini boða landsstýrisfólki ella løgtinginum frá, um rakt verður við lýti í galdandi lóg, fyriskipan ella umsitingarligum avgerðum. Løgtingið fekk eina slíka fráboðan í fjør. Tá løgtingið hevur viðgjørt frágreiðingina frá umboðsmanninum, verður málið beint í Rættarnevndina. Bæði fiskimálaráðharrin og løgmálaráðharrin í Namibia hava nú lagt frá sær, í kjalarvørrinum av gøluni um Samherja, sum hevur mutrað seg til kvotur í afrikanska landinum. Jóhannes St ffansson, fyrrverandi nevndarformaður í Samherja, sigur, at Samherji hevur mutrað fleiri embætisfólk og politikkarar í Namibia og at bæði fiskimálaráðharrin og løgmálaráðharrin eru millum tey, sum hava tikið ímóti mutri. Frammanundan hevur stjórin í íslendska felagnum, Samherja, Torsteinn Már Baldvinsson, lagt frá sær, til kanningin av felagnum er liðug. Tað boðar íslendska felagið frá. Meðan kanningin verður gjørd, verður Bjørgólfur Jóhannsson, virkandi stjóri. Felagið Samherji hevur sjálvt sett kanning í verk, og hevur sett norska og altjóða løgfrøðingafyritøkuna, Wikborg Rein, at kanna viðurskiftini, og hon skal samskifta beinleiðis við nevndina í Samherja. Ver tú er nýggj bók, týDF til føroyskt, ætlað børnum og ungum. Sum undirheitið sigur, er talan um eina handbók um kynsfatan, kærleika og familju. Í fororðinum stendur, at endamálið við bókini er at gera tað lættari at greiða børnum frá um kynsamleika, kærleika og margfeldi í familjum, og at rætta eina hjálpandi hond í at uppala børn, ið góðtaka seg sjálv og onnur. Í Føroyum mangla vit orð at tosa um eitt nú ymsar kynsamleikar, og tí er eitt av endamálunum við at týða bókina til føroyskt, at geva føroyingum orð, at tosa um hesi viðurskiftini við , sigur Julia Rutt Petersen, ið hevur týtt bókina til føroyskt. Hon heldur eisini, at tørvur er á meira upplýsing um eitt nú kyn og kynsamleikar í Føroyum. Julia hevur lisið málfrøði og filmsvísindi á Fróðskaparsetrinum í Malmø og Lund, og undirvísur nú á miðnámsskúla í Malmø. Tað er Jonathan Branfmann, ið undirvísur í kynsamleika, seksualiteti og rasu á Ohio universtitetinum, ið hevur skrivað bókina. Og Julie Benbassat, ið lesur myndlýsing á Rhode Island School of design hevur myndprýtt. Fríggjadagin klokkan 16 lat Gallarí Focus upp í nýggjum hølum í Doktara Jakobsensgøtu 15 í Havn. Og talan er um eina forvitnisliga framsýning við verkum eftir Palla Gregoriussen og Anne Marie Gøricke, ið kann síggjast til 21. november. Anne Marie Gøricke er fødd í 1948 í Ringsted. Um verkini hjá henni á hesari framsýningini er at siga, at eftir herviliga, lívshóttandi sjúku, er hon framvegis í fyribyrgjandi viðgerð. Eitt nú hesi viðurskifti hava leitt til, at hon brádliga aftur tók málarakynstrið uppaftur. Málað er við stórum mátti og dirvi móti sjúkrahóttanini og hetta endurspeglast í myndunum, samstundis sum Anne Marie Gøricke er øðrum til fyrimyndar, sum stríðast við hóttandi sjúku. J. P. ella Palle Gregoriussen, ið er føddur í Havn í 1932, hevur sum arkitektur sett sín serliga dám á byggilistina í Føroyum, eitt nú tá talan er um sethús, skúlar og ansingarstovnar, umframt aðrar spennandi bygningar sum til dømis Listaskálan í Havn. Palle Gregoriussen hevur sýnt fram tekningar síðan 1962, eitt nú ferðatekningar úr útheiminum, samstundis sum hann mangan hevur teknað Havnina. Eisini hevur hann latið úr hondum fleiri bøkur, eitt nú um kirkjurnar og prestagarðarnar í Føroyum. Framsýningin við verkum eftir Palla Gregoriussen og Anne Marie Gøricke kann síggjast í Gallerí Focus til hósdagin 21. november Tú kanst hoyra samrøðurnar við Onnu Marie, Palla Gregoriussen og Marionnu Norðoy her Bøkur hansara eru rannsóknir inn í lívsins stóru spurningar. Í nýggju skaldsøguni Terningar er tema tann stóra og ófatuliga tilvildin, sum stýrir øllum. Carl Johan vendir og snarar málinum, og viðhvørt eru orð, sum tú ikki kanst sláa upp í nakrari orðabók, men tey hava sín førning kortini og føra lesaran inn í løgin landsløg og hendingar, sum viðhvørt bera á at vera surrealistiskar og krevja teg at ganga inn uppá hugskot, sum ikki sleppa tær aftur so skjótt. Eitt slag av venjingardysti. Tað segði norski framherjin, Joshua King, um dystin móti Føroyum í annaðkvøld. Noreg hevur ikki serliga stóran møguleika at spæla seg í EM endaspælið ígjøgnum hesa undankappingina, men hava ein annan møguleika ígjøgnum Nations League í vár. Og tað tykist vera tað, sum norska landsliðið savnar seg um í løtuni. Føroyski landsliðsspælarin, Gilli Rólantsson, sum spælir í Brann í Bergen, helt lítið um orðingina hjá norska framherjanum. Tað er eitt sindur arrogant at siga soleiðis, men tað mugu teir um. So mugu vit bara fara á vøllin í morgin, og vísa, at vit eru til reiðar at spæla upp ímóti Noreg, segði Gilli Rólantsson. Lars Olsen, landsliðsvenjari, vil fegin enda undankappingina og tíðina sum landsliðsvenjari hjá Føroyum við stigum móti Noregi. Sí samrøðurnar við teir báðar omanfyri. Tvey gallerí lótu upp í miðbýnum í Havn í farnu viku, og í byrjanini av sendingini hitta vit Elsu Maria Holm Olsen og Kinnu Poulsen í Víngarðinum. Vit hava eisini verið á gátt í Galleri Focus, har vit skiftu orð við Onnu Mariu Gøricke, Palla Gregoriussen og Marionnu Norðoy. Í morgin letur Stanley Samuelsen úr hondum fløgu Nr. 8 og í dag verður Stanley Hósdagsgestur í Nón. Ver tú er ein handbók um kynsfatan, kærleika, familju og margfeldi. Vit tosa við Juliu Rutt Petersen, ið hevur týtt bókina til føroyskt. Tú kanst hoyra sendingina her Hetta kemur frá einum gomlum dreymi at hava mín egna víngarð, sigur Elsa Maria Holm Olsen, sum eigur Víngarðin, ein lítil vínbarr í Tróndargøtu mitt í Havnini. Á veggjunum beint nú hongur list eftir eitt nú Hansinu Iversen, Hanna Bjartalíð og Tórodd Poulsen. Kinna Poulsen velur út listaverkini, og ætlanin er at hava einar 6 7 nýggja framsýningar um árið. Eg havi kuraterað nógvar framsýningar í ymsum støðum, men eg hevði eisini ein sovorðnan dreym um at hava mítt egna listastað, sigur Kinna. Alsamt størri trýst verður lagt á føroyingar, um at steðga at samstarva við kinesisku telefyritøkuna Huawei. Amerikanska sendikvinnan í Keypmannahavn heitir nú alment á føroyingar, um at vera varnir. Vit tosa við Rúnar Reistrup, nevnarformann í Hey, og Camillu Nørup Sørensen, serfrøðing á danska verjuakademinum. Íslendska felagið Samherji er avdúkað í stórari mutursgølu. Samherji eigur stóran part af føroyska felagnum, Framherji, ið er eitt av stóru reiðarínum í Føroyum. Vit tosa við Jacob Vestergaard og Høgna Hoydal, núverandi og fyrrverandi landsstýrismenn í fiskivinnumálum um hetta um møguliga ávirkan á føroyska fiskivinnu. Luttakarar Cammilla Tenna Nørup Sørensen, lektor í stórveldispolitikki á danska verjuakademinum, Rúnar Reistrup, nevndarformaður í NemaHey, Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, løgtingsmaður, Terji Vestergaard, varaborgarstjóri í Runavíkar Komunu, Petur Mittún, aðalskrivari í ÍSF. Ísland hevur verið virkið í Namibia í nógv ár endamálið var at hjálpa landinum at fóta sær eftir avkolonialiseringina, men seinastu 10 árini fóru nógvar av hesum ætlanum fyri skeytið. Millum annað ein skipan, sum skuldi tryggja gjøgnumskigni í fiskivinnuni varð bygd upp, men seinastu 10 árini er alt arbeiðið farið fyri skeytið og er nú endað við eini altjóða gølu. Sendingin lýsir, hvussu íslendska felagið Samherji seinastu 10 árini hevur mutrað politikarar fyri at fáa bíliga atgongd til fiskiríkidømið í Namibia og flutt pengarnar í skattaskjól. Men hvussu ávirkar tað møguleikarnir hjá føroyska felagnum Framherja og teirra atgongd til føroyska fiskiríkidømið, at Samherji, sum eigur ein fjórðing av felagnum, nú er í altjóða ljósmálanum í sambandi við mutursgølu í Namibia Í Breddanum í dag spyrja vit Jacob Vestergaard, landsstýrismann og fyrrverandi landsstýrismannin í fiskivinnumálum, Høgna Hoydal um hetta, og um teir hava uppliva trýst frá utlendskum áhugagum. Samherji í Íslandi er komið í rasshaft, eftir at fleiri miðlar hava avdúkað mutur fyri tíggjutals milliónir í Namibia, fyri at fáa fatur á fiskikvotum. Dann Thorleifsson og Arne Leivskarð vilja bróta mørkini fyri, hvat kann kallast list, og hvussu list kan brúkast. Og so vilja teir sjálvandi selja ur. Natalia skal í veitslu í Ungdómshúsinum og fer at hyggja eftir einum, sum hon kundi hugsað sær til unnusta, men tað er ikki sum at siga tað, tí hugburður hennara er broyttur, nú hon er farin at taka hormonir. Súlan, sum er fakfelagið hjá flogternunum, ið starvast hjá Atlantsflogi, og Føroya Arbeiðsgevarafelag, skulu nú taka støðu til eitt semingsuppskot, sum semingsstovnurin legði fram í gjárkvøldið. Partarnir hava fingið freist til 25. november at taka støðu til semingsuppskotið. Semingsstovnurin hevur verið uppi í samráðingunum millum Súluna og Arbeiðsgevarafelagið í fleiri umførum. Felagið Samherji hevur sjálvt sett kanning í verk, og hevur sett altjóða løgfrøðingafyritøkuna, Wikborg Rein, at kanna viðurskiftini, og hon skal samskifta beinleiðis við nevndina í Samherja. Vit hava fleiri túsund fólk í starvi kring heimin, og vit vilja sjálvi kanna viðurskiftini, tí vit vilja hava, at okkara virksemi samsvarar við allar lógir, sigur nevndarformaðurin, Eirikur S. Jóhansson, í tíðindaskrivi, sum verður endurgivið í norskum miðlum. Torsteinn Már Baldvinsson er eisini nevndarformaður í føroyska felagnum Framherja, ið hann eigur saman við Anfinni Olsen og Elisabeth Eldevig. Útvarpið tosaði við Anfinn Olsen í gjár. Hann segði, at Tórsteinn Már Baldvinsson er framvegis nevndarformaður í Framherja, og enn hevur ikki hevur verið tosað um spurningin, um hann skal halda sum nevndarformaður ella ikki. Samstundis kom fram, at felagið frá 2011 til 2018 hevði flutt nærum 700 milliónir krónur í skattaskjól í Marshalloyggjunum. Peningurin skal vera fluttur gjøgnum kontur í norska bankanum, DNB. Sambært íslendska miðlinum, Stundini, skulu pengarnir millum annað vera frá fiskiskapi eftir rossamakreli í namibiskum sjógvi, har felagið hevur útvegað sær kvotur við at rinda embætisfólkum stórar upphæddir. Fyrrverandi leiðarin fyri virkseminum í Namibia, Jóhannes St fansson, hevur sagt, at tað var Tórsteinn Már Baldvinsson, stjóri, sum gav boð um at mutra embætisfólkini. Og pengarnir á kontuni í Marshalloyggjunum vórðu nýttir til at rinda hýrur til verksmiðjutrolararnar hjá Samherja. Teir trolararnir fiskaðu rossamakrel við Mauritania og Marokko. Amerikanski bankin, Bank of New York Mellon, vildi ikki gera eina flyting, og tá fór norski bankin, DNB, undir at kanna viðurskiftini. Tað hevði við sær, at DNB í mai í fjør stongdi konturnar hjá felagnum. Undirvísingin í nýggja skúlanum byrjar um mánaðarskiftið mars apríl. Nýggi skúlin á Skúlatrøð er størsta einstaka verkætlan hjá Klaksvíkar kommunu hgartil. Hon hevur kostað umleið 110 milliónir krónur við innbúgvi, tá meirviðisgjald er íroknað. Talan er ikki bara um nýbygging, men eisini um samanbygging av tveimum skúlum, sum frammanundan vóru sjálvstøðugir, við trimum bygningum. Fyrrverandi Ósáskúlin, sum var liðugur í 2011, verður bundin saman við fyrrverandi skúlan á Ziskatrøð. Arbeiðið upp á nýggja skúlan hevur tikið út við fýra ár, og undirvísingin hevur verið í trimum ymsum bygningum. Sum 19 ára gamal flutti Stanley Samuelsen av landinum. Í nógv ár arbeiddi hann mest við donskum protest og fólkatónleiki, men tá politikkurin broytist, vendi hann aftur til føroyska málið gjøgnum yrkingar og sang. Í hesum døgum kemur nýggja fløgan hjá Stanley Samuelsen á marknaðin. Fløgan ber heitið No.8 , og er júst áttanda útgáva hansara. Sjey útgávur eru við føroyskum tekstum, meðan ein er á donskum. Hetta eru føroyskar yrkingar, sum eru umsettar. ES hevur annars kravt, at bretar skuldu skjóta ein ES nevndarlim upp, tá Brexit varð útsett fyri triðju ferð í oktober. Ætlanin er, at Bretland skal fara úr ES 31. januar. Men bretska stjórnin sigur nú, at hon fer ikki at koma við nøkrum uppskoti um ES nevndarlim, meðan valstríð er upp undir parlamentsvalið í næsta mánaði. Ætlanin var, at nýggja nevndin skuldi taka við 1. november. Tað eydnaðist ikki, tí ES tingið vrakaði trý evni, sum vórðu skotin upp at sita í ES nevndini. Nú er ætlanin, at nýggja ES nevndin skal taka við 1. desember. Men tað er óvist, um tað fer at eydnast, um eitt av teimum 28 limalondunum ikki tilnevnir nakran nevndarlim. Í summar gjørdu ríkis og stjórnarleiðararnir í ES av, at skipanin um, at øll limalondini skuu hava hvør sín nevndarlim, skal halda fram. Í bókini Svik, sum Jan Lamhauge hevur skrivað, verða nógv fleiri viðurskifti í Kringvarpinum viðgjørd og nógvir medarbeiðarar nevndir. Hvussu ber til hjá Kringvarpinum at viðgera eina bók, har Kringvarpið sjálvt fylgir so nógv Og ber yvirhøvur til, at Øssur Winthereig, tekur hetta evnið upp, tá verturin sjálvur er partur av innihaldinum í bókini Tað er stóri spurningurin, nú tað er komið fram, at Annfinn Vitalis Hansen, møguliga hevði ein dupultleiklut, tá Landsverk yvittók verkið í 2016. Og niðurstøðan er at sáttmálin kann samanberast við ein vanligan leigusáttmála, skrivar Annfinn Vitalis Hansen at enda í teldupostinum til Ewald Kjølbro. Tað er eisini rætt. Telduposturin er sendur Ewaldi Kjølbro 15. november 2016, sum er tríggjar vikur, eftir at leigusáttmálin varð undirskrivaður. Fyri at tryggja, at leiguavtalan um asfaltverkið varð gjørd í samsvari við ásetingarnar tað er sum ein vanlig leiguavtala, og ikki sum ein leasingavtala varð ein løgfrøðilig meting gjørd av verandi uppskoti til leiguavtalu. Við øðrum orðum so skrivaði Annfinn Vitalis Hansen uppritið, tá leiguavtalan framvegis var eitt uppskot og harvið áðrenn avtalan varð undirskrivað. Eisini táverandi aðalstjóran í Samferðslumálaráðnum, Rúni Joensen, vil vera við, at løgfrøðiliga metingin varð gjørd áðrenn sáttmálin varð undirskrivaður. Í frágreiðingini, sum varð skrivað í síðstu viku, vísir Rúni Joensen til ein fund í Samferðslumálum við Landsverk um ætlaðu yvirtøkuna av Asfaltverkinum. Tann fundurin var, sambært Rúna Joensen, hildin 16. september 2016 tað vil siga ein mánað áðrenn leigusáttmálin varð undirskrivaður. Men Ewald Kjølbro nevndi tó einki um, at Annfin Vitalis Hansen eisini var advokatur hjá mótpartinum, tá sáttmálin varð undirskrivaður. Landsverk hevur ikki upplýst málið á nøktandi hátt, skrivar Runi Joensen, Heldur er tað so, at upplýsingar eru afturhildnir fyri Samferðslumálaráðnum . Víðari skrivar aðalstjórin, at Um Landsverk hevði upplýst málið á nøktandi hátt, og ikki bara kunnað um tað, so hevði málið verið lagt fyri Fíggjarmálaráðið til góðkenningar . Hálvt annað ár seinni á heysti í fjør staðfesti Landsgrannskoðanin, at sáttmálin um Asfaltverkið ikki var ein vanligur leigusáttmáli men skuldi viðgerast roknskaparliga sum eitt keyp. Metingin byggir á, at útlánsvøksturin hjá bankunum er minkaður í ár, hóast búskapurin er vaksin. Váðaráðið hevur kortini eyguni eftir, hvussu skjótt útlánini vaksa. Váðaráðið hevur havt sín sjeynda fund, síðani tað varð skipað. Útlánini í bankunum er vaksin síðano 2014, men vøksturin er minkaður nakað. Vøksturin í BTÚ verður mettur til 6,6 prosent í ár, men útlánini í peningastovnunum vaksa bara trý prosent. Í góðum tíðum er ikki óvanligt, av avlopið av innlánum í bankum minkar, ella at handilsjavnin versnar, men tað er ikki galdandi í løtuni, sigur Váðaráðið. Verða útlánini frá donskum peninga og realkredittstovnum roknað uppí, er útlánsvøksturin umleið fýra prosent, tí eftirspurningurin eftir donskum realkredittlánum til sethúsafígging er vaksin. Hagtølini vísa, at føroysk húsarhald heldur læna pening fyri fasta rentu, enn rentu, sum kann broytast. Donsku realkredittlánini eru 27 prosent av allari sethúsafígging í landinum. Samstundis fækka avdráttarfríu realkredittlánini, og avdráttarskái á vanligum sethúsalánum er sera avmarkaður. Váðaráðið sigur, at setahúsaprísirnir hækka framvegis. Í Havn hækkaðu sethúsaprísirnir 14 prosent fyrstu tríggjar ársfjórðingarnar í ár samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Hinvegin eru prísirnir á íbúðum í Havn lækkaðir sjey prosent. Váðaráðið sigur, at tað eygleiðir viðurskifti, ið kunnu hava ávirkan á fíggjarliga støðufestið, men ráðið heldur ikki, at tekin eru um, at váðar eru í føroyska bankageiranum. Alment er hann ikki skuldsettur fyri at hava sett eld á, men drongurin verður sendur víðari í rættarskipanini, tí hann er undir lógaraldur. Løgreglan í landspartinum New South Wales hevur tikið ein 20 ára gamlan mann, sum er undir illgruna fyri at hava sett eld á sunnan fyri Sydney. Skógareldarnir hava lagt meira enn ein millión hektarar av lendi í oyði á avstralu eysturstrondini. Skógareldarnir hava higartil kravt fýra mannalív. Hoyr sendingina her Luttakarar, Otto Immanuel Jacobsen, Sigrun Sirdal, Karin Poulsen, Símun Christian Olsen, Ingi Poulsen, Svein í Prestgarði og Sólvit Nolsøe Lyklaorðið hesuferð er hugni. Og samstundis sum vit merkja hitan frá hugnaliga tónleikinum, so fer Petur at fiska síl og hugleiða um King Kong og honning. Tað sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari hjá FSF, Fótbóltssambandi Føroya. Ljósini, tá tey lýsa við fullari styrki, eru 1400 lux. Tað er, tí sjónvarpið skal fáa góðar myndir av fótbóltsdystum, greiðir Virgar Frá. FSF fær góða inntøku av at selja sjónvarpsrættindi til landsdystirnar, og tað var í tøkum tíma, at ljóssteyrarnir komu við Tórsvøll, tí annars kundi inntøka ikki verða fingin av at selja sjónvarpsrættindi, sigur Virgar. Men ljósini lýsa ikki bara, tá ið landsdystur verður spældur og myndatólini eru tendrað. Ljósini verða tendrað til fulla styrki 2 3 tímar undan einum landsdysti, umframt at tey lýsa við fullari styrki eina løtu dagin fyri, landsdystur er. Hetta er, fyri at spælararnir kunnu venja undir somu umstøðum, sum dysturin verður spældur í. Spurdur um, hvørt ljósini onkuntíð hava lýst 3 1 2 tíma eftir dystarlok, sum ein granni, Magnus Hansen, vil vera við, sigur Virgar, at vanlig mannagongd er, at tey verða sett niður til arbeiðsstyrki , sum er 25 av fullari styrki, tá dysturin er av men at hann ikki kann tryggja, at onkur svipsari kann vera komin fyri. Innslagið er liður í tema í Vikuskifti um ljós Ljósið í andlitsmyndum hevur nógv at siga, sigur Sunrid í Gong, sum er útbúgvin fotografur. Tað er serliga munurin á tí myrka og tí ljósa í myndunum eitt nú skulu skuggarnir á andlitunum ikki vera ov myrkir, sigur Sunrid. Blitsið er stórt sum ein skógvaeskja og stendur á einum stativi. Vit eru á Skúlanum á Argjahamri, og vit eru inni í tónleikahølinum. Framman fyri peruna er ein hvít paraply , sum ger, at ljósið verið spjatt væl runt í hølinum. Tað er fyri at geva andlitsmyndunum eitt meiri bleytt ljós. Hoyr Sunrid greiða frá, hvussu hon brúkar ljós, bæði til myndatøku innandura og uttandura. Innslagið er liður í tema um ljós í sendingini Vikuskifti Kinesiska sendistovan hóttir við, at tað fær avleiðingar fyri Svøríki, um stjórnin verður umboðað, tá svenska Pen Tucholsky virðislønin verður handað Gui Minhai. Minhai er svenskt kinesiskur útgervari, og situr í fongsli í Kina. Eftir ætlan skal svenski mentamálaráðharrin handa virðislønina í kvøld. Fyrrapartin í dag var kinesiski sendimaðurin í Svøríki neyvari í síni hóttan og segði, at Amanda Lind verður víst úr Kina, um hon luttekur á hátíðarhaldinum fyri Minhai, skrivar TT. Hann legði aftrat, at sama er galdandi fyri Stefan Løfven, forsætisráðharra. Árligi jólabasarurin hjá K.F.U.K. í Havn verður leygardagin klokkan 15. Á skránni verður skipað fyri eydnuhjóli, kondittaríi og hugna í gomlu húsunum við Varðagøtu. K.F.U.K. Kristiligt Felag fyri Ungar Kvinnur í Føroyum varð stovnað í 1922, og kvinnurnar, sum stovnaðu felagið við Henriettu Hansen úr Vági á odda, keyptu húsið frá bretska konsulatinum í Føroyum. Tær fóru beinanvegin í holt við at skipa fyri basari og sostatt, nú vit skriva 2019, er árligi basarurin hjá K.F.U.K. skjótt 100 ára gamal. Nicolina Højgaard er forkvinna í felagnum fyri K.F.U.K. Hon sigur, at húsið er stórt, og nógvir pengar skulu til fyri at fíggja rakstur og ábøtur. Hon greiðir frá, at fíggingin fæst til vega við at leiga út kømur á loftinum og tvær íbúðir í miðhæddini. Basarurin er eitt týdningarmikið ískoyti, sigur Nicolina og vónar, at pengar verða tøkir til at gera umvælingar. Tað er soleiðis, at húsið er bygt í bretskum stíl fyrst í síðstu øld, men í 60 unum varð ein umfatandi umvæling framd ikki til tað betra, heldur Nicolina. Sum nú er, hava vit umvælt tvey rúm til upprunaligan stand, og vit vóna at fáa nóg mikið av fígging til restina av húsinum, greiðir hon frá. Umframt regluligt skótavirksemi eru nógv ymisk tiltøk í K.F.U.K. Kvinnur koma saman hvønn hósdag í vikuni til hugna og binditreff , og mánadag verður skipað fyri seinnapartssamkomu. Eisini verða hølini leigað út til ymisk endamál. Vikuskiftissendingin var á gátt til kaffi og prát. Skúlin er seinkaður tvey ár, men kortini heldur fíggjarætlanin, sigur Beinta Klakstein, forkvinnan í mentanarnevndini fyri børn og ung. Uppgávan hjá kameramanninum hjá Degi og Viku var annars upprunaliga einans at filma sjálva verkætlanina um framtíðina sum varð løgd fram á Glasir. Samrøður við Jóannes Jakobsen hjálparvenjara, Atla Gregersen, liðskipara, Brand H. Olsen, Rógva Baldvinsson, Lars Olsen, landsliðsvenjara, norska tveymálsskjúttan Alexander Sørloth og norska landsliðsvenjaran, Lars Lagerb ck. Steffen Kverneland skrivaði rørandi teknirøð skaldsøgu En frivillig død um pápan, sum gjørdi sjálvmorð. Hanna Paulsberg, kend frá trioini Gurls, spælir. Løgtingsgrannskoðararnir mæla tinginum til at góðkenna landsroknskapin fyri 2018, men teir hava fleiri viðmerkingar, átalur og áheitanir um at fáa viðurskiftini í rættlag, sum landsgrannskoðanin og privatir grannskoðarar eisini hava víst á. Løgtingsgrannskoðararnir vísa serliga á, at landsroknskapurin er ikki fullfíggjaður, millum annað tí at nakrir stovnar og grunnar eru ikki við í fíggjarlógini, landsroknskapinum ella í fíggjarstøðuni, og at tølini í summum roknskapum samsvara ikki við landsroknskapin. Málið um Asfaltverkið á Sundi fær eisini umrøðu í uppskotinum frá løgtingsgrannskoðarunum, sum vísa á, at Landsverk hevur skuldarbundið landið við langtíðarleigumáli, sum roknskaparliga eigur at verða viðgjørt sum keyp. Løgtingsgrannskoðararnir leggja eisini dent, at fíggjarstýringin av útbyggingini av landssjúkrahúsinum hevur ikki verið nøktandi, og at útreiðslurnar til verkætlanina eru nógv størri enn ætlað. Og løgtingsgrannskoðararnir vísa eisini á, at grannskoðarin tekur fyrivarni í roknskapinum fyri sjúkraviðgerð uttanlands, sjúklingahotellið Tórshavn, útbyggingina av Landssjúkrahúsinum og roknskapinum um serstakan heilivág á sjúkrahúsunum. Arbeiðið í Sandoyartunlinum sæst aftur í kassanum hjá Skopunar kommunu, tað sigur Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopun. Hálvtfimthundrað fólk búgva í Skopunar kommunu, og borgarstjórin sigur, at nýggju skattainntøkurnar koma væl við. Byrjunarlønin hjá einum faklærdum hækkar úr 26.436 krónur upp í 27.590 krónur um mánaðin 1. november í ár. 1. november næsta ár verður hon 28.296 krónur. Endalønin hjá faklærdum miðlafólkum hækkar úr 30.252 um mánaðin upp í 31.589,21 krónur 1. november í ár. Byrjunarlønin hjá einum faklærdum hækkar úr 26.436 krónur upp í 27.590 krónur um mánaðin 1. november í ár. 1. november næsta ár verður hon 28.296 krónur. Endalønin hjá faklærdum miðlafólkum hækkar úr 30.252 um mánaðin upp í 31.589,21 krónur 1. november í ár. Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, fer nú at spyrja Jenis av Rana, landsstýrismann í uttanríkismálum, um ætlanina at stovna føroyska sendistovu í Jerusalem. Haraftrat hava fá lond sendistovur í júst Jerusalem, og tí er sera ósannlíkt, at Føroyar koma í samband við aðrar diplomatar og tjóðir í býnum. Tað sendir eitt ógvuliga óheppið politiskt tekin at stovna sendistovu í Jerusalem. Tað kann seta bæði Føroyar og alt ríkið í eina trygdarpolitiska, álvarsama vandastøðu. Í ringasta føri kann tað eisini elva til stóran skaða í strembanini at fáa størri uttanríkispolitiskar heimildir í ríkisfelagsskapinum, og tað verður eisini dýrt fyri skattgjaldaran, sigur formaðurin í Javnaðarflokkinum. Eg havi tí ilt við at síggja tað skilagóða í, at vit yvirhøvur brúka pengar til sendistovu í Ísrael, sigur Aksel V. Johannesen í viðmerkingunum til fyrispurningin, sum verður settur Jenisi av Rana í tinginum mikudagin. Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin, sigur, at ongar haldgóðar grundir eru fyri at lata sendistovu upp í Ísrael, og als ikki í Jerusalem. Tað gagnar ikki Føroyum búskaparliga ella diplomatiskt at lata sendistovu upp í Jerusalem. Tvørturímóti kunnu útsagnirnar hjá Jenisi av Rana elva til bæði politiska og diplomatiska kreppu. Haraftrat er tað dýrt, og kann seta trygdina hjá okkum í vanda, skrivar Edmund Joensen í einari viðmerking. Fólkatingsmaðurin hjá Sambandsflokkinum sigur, at viðmerkingarnar hjá Jenisi av Rana skaða eisini sambandið millum Føroyar og Danmark, og kílar verða settir í ríkisfelagsskapin. Skulu Føroyar lata sendistovu upp í Ísrael, skulu vit fylgja evropeisku kósini og staðseta hana í Telaviv, sum danski forsætisráðharrin eisini vísti á, tá hon var í Føroyum herfyri, sigur Edmund Joensen. Martin Restorff er føddur inn í gistingarhúsvinnuna, og har hevur hann húsast meginpartin av lívinum. Hann hevur bæði verið kokkur, tænari, matstovuleiðari og hotelstjóri, og hetta við tænastu og ferðafólkum liggur hjarta hansaranær. Eftir ætlan letur nýggja hotellið, har Martin er stjóri, dyrnar upp í mai mánaða, so enn er Martin stjóri á einum hotelli, sum ikki ordiliga er hotel enn. Martin Restorff er føddur inn í gistingarhúsvinnuna, og har hevur hann húsast meginpartin av lívinum. Hann hevur bæði verið kokkur, tænari, matstovuleiðari og hotelstjóri, og hetta við tænastu og ferðafólkum liggur hjarta hansara nær. Eftir ætlan letur nýggja hotellið, har Martin er stjóri, dyrnar upp í mai mánaða, so enn er Martin stjóri á einum hotelli, sum ikki ordiliga er hotel enn. Eyðdis Hartmann Niclasen og Edvard í Skorðini Joensen pella fyri okkum hesaferð, og upplivingarnar hjá teimum eru avgjørt av teimum heilt undirhaldandi. Spurningurin er so bara Nær pella tey, og nær siga tey sannleikan Kappingin varð skipað í tveimum umførum. Fyrst skuldu luttakararnir vísa seg fram í ymiskum støðum. Jórun fór á pall og gjørdi hetta stutt fyri klokkan níggju um morgunin lokala tíð. Klokkan trý korter til átta um kvøldið var seinni parturin á skránni. Tá skuldi Jórun vísa fram eina seriu aftur við tónleiki í ein minutt. Hetta var ein samanseting av rørslum, sum hon sjálv hevði valt. Smáar tveir tímar seinni var greitt, at Jórun Larsen Mørkøre fekk eitt triðja pláss, sum er hennara besta úrslit nakrantíð í hesi kapping. Tað er ikki í lagi, at bara stjórin hevði atgongd til fjølmiðlahaldini. Og eitt av haldunum minnir um dagdvølju, heldur Landsgrannskoðanin. Tað er brot á upphavsrættin, um tú pettar eitt listarverk sundur og brúkar tað til eitt annað listarverk. Tað sigur Johan Løje, advokatur, við serkunnleika í upphavsrætti. P1 Kultur hjá Danmarks Radio bað løgfrøðingin koma við síni meting um málið um Tal R málningin, sum føroyignarnir Dann Torleifsson og Arne Leivsgarð hava keypt við tí fyri eyga at petta sundur í skivur at leggja í armbands ur at selja víðari. Í sendingini hoyra vit tónleik fyri træblásarabólkar. Tónaskøld so sum Paul Patterson, Eugene Bozza, Valerie Colman og Gustav Holst. 684 Tøkk fyri dagin nýggja 147 Harri, bøt mítt ringa sinn 516 Ljósið rann av kærleiks runni 399 Fyrigev oss syndir várar 305 Leið meg, Guð, á lívsins veg Thorben Johannesen prestur prædikar, Jórun Simonsen er deknur, við orglið situr Jens Albert Simonsen og klokkari er Uni Magnussen Tøkningur í kirkjuni er Dánjal Tavsen Svøríki spældi seg fríggjakvøldið í EM endaspælið, og svenski landsliðsvenjarin, Janne Andersson, fer at gera fleiri broytingar á liðnum til dystin móti Føroyum í annaðkvøld. Hetta nýtist ikki at vera góð tíðindi fyri føroyska liðið, tí nýggju spælararnir spæla fyri einum plássi í svenska EM hópinum, hildu bæði venjarin og Pontus Jansson, sum verður liðskipari í morgin. Í dag hoyra vit nýtt úr Nashville, leita aftur í søguligar hittlistar, og so viðgera vit eitt rættiliga ókent navn, dugnaliga sangskrivaran Erin Enderlin Jóan Símun Edmundsson og landsliðsvenjarin hava slættað sjógv og tosað um tingini, eftir útsøgnina hjá framherjanum eftir dystin móti Noregi, tá hann fanst hvassliga at fyrireikingunum til landsdystirnar móti Noreg og Svøríki. Hann verður ikki revsaður fyri almennu atfinningarnar, sigur Lars Olsen, landsliðsvenjari. Landsliðið vandi á Friends Arena seinnapartin, og í annaðkvøld klokkan 19.45 verður dysturin móti Svøríki á skránni. Hetta er síðsti dysturin í hesi undankappingini og samstundis síðsti dysturin hjá bæði Lars Olsen og liðskiparanum, Atla Gregersen. Kringvarpið vísir dystin móti Svøríki. Stigtakarin, Mike Rutherford, var framvegis í Genesis. Allir tríggir í Genesis vóru byrjaðir at gera solistplátur, eisini Rutherford, sum hevði givið tvær plátur út, men heldur vildi hava sítt virksemi skipað sum bólk. Afturat sær fekk hann frægu sangararnar, Paul Carrack og Paul Young, umframt aðrar tónleikarar og ein framleiðara. Plátubarrin 16. nov. 2019 Fíggjarmálaráðið hevur sent uppskot til hoyringar um at leingja umsóknarfreistina fyri mvg afturbering til almannagagnligt frítíðarvirksemi og leigubústaðir. Felagsskapir, stovnar og grunnar, ið gera íløgur fyri meira enn eina millión, kunnu eftir umsókn fáa endurgoldið inngangandi meirvirðisgjald av samlaða íløgukostnaðinum. Treytin er, at talan IKKI er um vinnuligt virksemi, men um almannagagnligt frítíðarvirksemi, og at í minsta lagi ein triðingur av samlaða kostnaðin er fingin til vega sum gáva ella við óløntum og sjálvbodnum arbeiði. Hetta undantakið gongur út á nýggjárinum, men verður longd við einum ári fram til árskiftið 2020, sambært uppskotinum úr Fíggjarmálaráðnum. Frammanundan hava andstøðuflokkarnir Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn skotið upp at leingja somu lógina ikki eitt ár men trý ár fram til 31. desember 2024. Skipanin hevur verið galdandi síðani 2010, og sambært Taks eru tilsamans 132 milliónir krónur endurgoldnar hesi árini, ella 15 milliónir í meðal um árið. Helvtin av kvinnunum sita í minsta lagi tríggjar tímar um dagin frammanfyri skíggjan í arbeiðstíðini 10 prosent fleiri enn menninir. 41 av teimum spurdu monnunum siga, at teir dagliga hyggja í skíggjan 5 tímar ella meira í frítíðini, meðan ein lítil tríðingur av kvinnunum siga tað sama. Tað er Bókadeild Føroya lærarafelags, sum hevur givið út bøkurnar eftir Astrid Lindgren. Okkum dámar illa sensur, men okkum dámar eisini sera illa rasismu, sigur Niels Jákup Thomsen, stjóri í BFL. Tá sangurin varð valdur at syngja inn á barnaútgávu, var als ikki hugsað um, at nekari kundi vera niðrandi. Tað greiddu hjúnini, Mirjam og Victor Carlsen, millum annað frá í morgunsendingini í morgun. Í síni serritgerð í enskum og norðurlendskum bókmentum viðgerð Hanna H. Poulsen evnið rasisma og sensurur í barnabókmentum . Hon heldur, at veruliga mentanarsøguliga vanlukkan hevði verið, um nútíðar børn vórðu forðað í at uppliva fantastisku skaldsligu universini hjá Astrid Lindgren og øðrum, hvør orðaval umboða eina aðra tíð. Á middegi fall dómur í málinum móti leiðsluni í gamla Eik. Tríggir av teimum fýra í leiðsluni eru dømdir at gjalda tilsamans 150 milliónir krónur til Fíggjarligt Støðufesti. Fíggarligt Støðufesti stevndi í 2012 fyrrverandi formannin, Frithleif Olsen, næstformannin, Odd Bjellv g, forstjóran, Marner Jacobsen, Bjarna Olsen, stjóra, og uttanhýsis grannskoðaran, Hans Laksá, eftir 150 milliónum krónum fyri teirra leiklut, tá føroyski Eik Banki fór av knóranum í 2010. Valbjørn Dalsgarð, sum bankin misti 88 milliónir uppá Sydporten sum bankin misti 157 milliónir uppá FDI, sum er eitt mál um 8 týskar handilsmiðstøðir har misti bankin 204 milliónir Harumframt til IRE, sum snýr seg um 20 milliónir til eitt týskt íløgufelag og sum Marner Jacobsen einsamallur er stevndur fyri Í málinum ímóti leiðsluni í danska Eik vórðu fýra oddamenn í landsrættinum dømdir at gjalda Fíggjarligum støðufesti í alt 28,6 milliónir krónur umframt rentu frá 30. november 2011 harímillum var Marner Jacobsen, sum var nevndarformaður í danska bankanum. Vit hoyra Hústrúin og hovmaðurin, Albert Djurhuus, úr Sumba, kvøðir sitandi. Nykursvísa, børn kvøða á barnadansistevnu í Skálanum í 2012. Risin og moyggin, Albert og Martin Djurhuus, úr Sumba, kvøða. Brynhildartáttur, Høgni Mohr skipar í Dansifelagnum í Havn. Her gongur hindin heiðin, upptøka frá 1902. Ánaniasartáttur, Olaf Jensen kvøður brot í Danmarks Radio í 1951.Hafburd konge og Sivord konge, Dansifelagið í Havn, Martin Tórgarð skipar. Signhild og Dvørgurin, Bjarni Mohr kvøðir í 1963. Oddmar Ravnsfjall samlaði fyri nøkrum árum síðani húsafrensar , sum eru føddir áðrenn 1960. Hann sigur, at hetta var ein sera væl eydnaður dagur, har nógv góð minnir úr býlinginum í Húsi komu fram. Nú ætlar hann at savna allar miðvágsdreingir, ið eru føddir áðrenn 1960. Tað tekur sína tíð at fyrireika, so hann væntar at tað kanska verður um eitt ár. Beiggin Sámal Ravnsfjall býr í barnaheiminum innanfyri á, sum hevur verið í ættini í fleiri hundrað ár. Tann fyrsti ið bygdi her var Jóhannes, sum var flýddur úr Hvalba, har hann hevði dripið ein sjórænara og hann var bangin fyri, at teir fóru at hevna. Hann fekk tí navnið írin. Í sendingini framførir Sámal Húsabrekkublues , ið lýsir livandi barnaárini í Húsi. Sámal hevur sjálvur gjørt hann. Í Húsi búgva eisini ungar familjur, ið eru tilflytarar. Berglind Tegeder er úr Vestmannaoyggjum og Hans Tóri Kallsoy er eiðismaður. Tey hava keypt eini gomul tvíhús, sum eru yvir 100 ára gomul. Her trívist familjan væl. Berglind leigar bilar út á flogvøllinum og Hans Fróði arbeiðir á Landingarmiðstøðini á Eiði. 84 ára gamli Gudmund Niclasen, sum býr í sjálvari Húsabrekkuni, er gamal skrivstovumaður. Síðani hann bleiv pensjóneraður hevur hann dreygað nógvar lutir burtur úr teimum avskornu trøunum í urtagarðinum. Hann sigur, at tað er umráðandi at røra seg og vera í gongd við okkurt. Hann hevur havt Youtube sum lærumeistara. Og fyri nøkrum árum síðani gav Gudmund út eina bók um føroyskar seyðalitir. Jon S. Hansen, sum hevur stóran áhuga fyri søguni í Miðvági og hevur útbúgving í søgu, greiðir frá hesum gamla býlinginum. Hann sigur millum annað frá, at í býlinginum vóru íbygdir steinar og tá ein steinur varð sprongdur, raktu fleiri ólukkur familjuna. Og í býlinginum eru nógv hús, har navnið endar við toft. til dømis Dirratoft, Billutoft, Stuðlarinstoft, Beddutoft, Gamlatoft og bara Toft. Rannvá Ólavsdóttir greiðir frá, at vegurin í Húsi er ikki gjørdur til ta stóru ferðsluna, sum nú er í býlinginum. Húsini eru gomul og stykkini lítil og tí mugu bilarnir standa úti á vegnum. Tvey stór arbeiðspláss eru tætt við. Bæði Ellisheimið og Skúlin á Giljanesi. Hon eftirlýsir, at kommunan hevur eina ætlan um, hvussu hesi viðurskifti kunnu verða betrað og at tað verður ein heildarloysn. Sámal á Vágalið, sum býr einsamallur í barnaheiminum á Vágalið, er kendur fótbóltsspælari. Hann var óvanliga kvikur á vøllinum. Sámal, sum nú er 64 ára gamal, hevur verið nógv til skips, men nú arbeiðir hann hjá kryvjivirkinum hjá Luna í Sørvági. Í frítíðini lesir hann nógvar bøkur, serliga spenningsromanir og dokumentar. Og honum dámar væl at spæla sudoku og bridge, og hann telvar við sandavágsmonnum. Dómurin er langur, og vit hava ikki nærlisið hann enn men í fyrstu syftu eru vit nøgd við úrslitið, segði Henrik Bjerre Nielsen stutt eftir, at dómur varð sagdur í Eik málinum í Føroya rætti í gjár, tá tríggir í gomlu Eik leiðsluni eru dømdir at rinda 150 milliónir krónur í endurgjaldi. Tað er brot á advokat etisku reglurnar uttan mun til um Annfinn Vitalis Hansen, advokatur, hevur ráðgivið bæði Landsverki og Asfaltverkið áðrenn ella aftaná, at sáttmálin teirra millum varð undirskrivaður. Tað sigur Martin Lavesen frá danska Advokatráðnum, sum ásetur reglurnar. Tryggingin hjá Betri rindar ein stóran part av rokningini hjá teimum trimum oddamonnunum í fyrrverandi Eik banka, sum í gjár vórðu dømdir at gjalda tilsamans 150 milliónir krónur til Fíggjarligt Støðufesti. Tað váttar Odd Bjellv g, ein teirra, sum í gjár varð dømdur at rinda Fíggjarligum støðufesti endurgjald fyri kollsilgda Eik banka, fyri sjónvarpinum. 150 milliónir krónur fyri Eik í Føroyum, og 28,6 milliónir krónur fyri Eik í Danmark. Also smáar 180 milliónir krónur í alt tað, sum dómsvaldið hevur dømt oddamennirnir í Eik at rinda í endurgjaldi. Marner Jacobsen, Fritleif Olsen og Odd Bjellv g skulu deilast um rokningina, og nakrir teirra eiga eisini sín lut í donsku rokningini. Tað er langt frá 125 milliónum til smáar 180 milliónir krónur. Um hendan tryggingin ger møguleikarnar hjá oddamonnunum, at rinda rokningina størri er sostatt ivasamt. Tað kann hugsast, at Betri Trygging er endurtryggjað hjá øðrum tryggingarfelag fyri upphæddina, so Føroya fólk ikki skal rinda rokningina. Við hesi vitan bergtók hann ein stóran part av føroyingum í einum innslagi í Degi og viku síðsta fríggjakvøld og bleiv landskendur eftir bert fýra minuttum. Fríggjadagin var Jonathan til opið hús á Glasi í sambandi við, at næmingarnir høvdu havt evnisviku undir heitinum Føroyar og framtíðin, og í innslagnum greiddi hann frá grønari upphiting. 3 8 føroyingur Jonathan Mellemgaard er og ferðast hjá mammubeiggja sínum, Henrik Mellemgaard, og konuni, Onnu Sofíu Mellemgaard, sum búgva í Havn. Skipið er í løtuni til royndarfiskiskap úti á Føroya banka, har fleiri sluppir vórðu søktar undir krígnum í 1917. Hjaltur Poulsen, skipari á got var í morgunsendingini í morgun. Amalia fekk útbúgving sum lærari í 1969 og starvaðist sum lærari í Tórshavnar Kommunuskúla heilt fram til 2011. Hon hevur tí uppliva nógvar av teimum broytingunum, sum lærarayrkið hevur verið ígjøgnum. Vit høvdu ongu virksemisætlan, men vit høvdu so sanniliga bæði lærarafundir, foreldrafundir, næmingaveitslur, útferðir við næmingum o.m. annað, sum tók nógva tíð hjá tí einstaka læraranum.Tað var bara ein sjálvfylgja og hoyrdi við til starvið, sigur Amalia. At vera lærari er spennandi, tí tú ert við til at mynda og forma komandi ættarliðið, sum er í fólkaskúlanum beint nú. Tó verða tað í dag sett ógvuliga nógv krøv til læraran, sum ein ikki var heilt ílatin til frá læraraskúlanum. Skúlin í dag er vorðin ein betri skúli í mun til hvat hann var fyrr. Í dag er ein partur tann fakligi, men nú eru fleiri ting, sum fylla í lærarayrkinum. Tú skalt síggja næmingin sum eitt heilt menniskja, tú skalt arbeiða við tí sosiala, tú skalt arbeiða við trivnaði og tú skalt fylgja neyvt við næminginum. Soleiðis sigur Hans Jón, sum eisini heldur, at at tímatalið hjá lærarum kundi verið meira regulerað. Umframt at undirvísa 26 28 tímar um vikuna, so skal lærarin røkja so nógvar aðrar ymiskar uppgávur, sum fara við nógvari tíð. Hanna Poulsen, Kaj Leo Holm Johannesen, Tummas Lervig, Jákup Mørk, Niels Jákup Thomsen, Petur Hans Dahl, Victor og Mirjam Carlssen. Jonathan Mellemgaard, Magni Mohr, Hjaltur Poulsen, Martin Fjallstein, Atli Gregersen, Lars Olsen, Amalia Poulsen, Eyðbjartur Skaalum og Hans Jón Thomsen. Russiskir kavbátar og amerikanskar fregattir kring Føroyar og donsk jagaraflogfør á flogvøllinum í Vágum. Tað kann gerast veruleiki, nú altjóða trygdarpolitikkur gerst alsamt meira ítøkiligur fyri Føroyar. Vit hava verið á trygdarpolitiskari ráðstevnu á Christiansborg, og vit greina støðuna saman við fyrrverandi Føroya ráðgeva í danska Uttanríkisráðnum. Luttakarar Anders Puck Nielsen, orlogskaptajn og trygdargreinari á deildini fyri maritim viðurskifti á danska verjuakademinum Trine Bramsen, danskur verjumálaráðharri Carla Sands, amerikanskur sendiharri í Danmark Árni Olafsson, fyrrverandi Føroya ráðgevi í danska Uttanríkismálaráðnum. Nýggj frágreiðing frá Norðurlendska Ráðharraráðnum mælir til at seta pápakvotur á barnsburðarfarloyvi. Men skulu føroysku páparnir heim í barsil við lóg Kjak millum Lív Patursson, samskipara í Javnstøðunevndini og Demokratia, og Helga Abrahamsen, landsstýrismann í arbeiðsmarknaðarmálum og barsilsskipanini. Hví blivu Marner Jacobsen, Frithleif Olsen og Odd Bjellv g dømdir at rinda 129 milliónir í endurgjaldi fyri íløguna, sum gamli Eik Banki gjørdi í handilsmiðstøðir í Týsklandi Vit hyggja í dómin, sum Føroya Rættur feldi í málinum millum Finansiel Stabilitet og gomlu Eik leiðsluna í gjár. Nón vitjar á Eiði, har borgarstjórin tekur ímóti. Vit tosa við umboð fyri vinnulív og fyri skúla, við ein tilflytara og tvey fólk, sum hava búð har leingi, og við ein bónda, eins og arkitekturin sigur nøkur orð um, hvussu hann sær Eiði arkitektoniskt. Luttakarar Jógvan í Skorini, borgarstjóri, Tom Joensen, skúlastjóri, Jan Thomsen, bóndi, Albert Isfeld, arkitektur, Hans Marius í Byrgi, Sjógæti, Niels Emil Andreasen, Tonito, Rose Alemayehu Poulsen, cafein við Ljósá, Annika Festirstein og Stig Nielsen. Dupultleikluturin hjá Annfinni Vitalis Hansen, advokati, í sambandi við Asfaltsverkið hjá Landsverki, verður helst eisini ein partur av tí, sum ákæruvaldið nú skal kanna. Løgtingið samtykti í heyst eina eykajáttan upp á 21 milliónir krónur til at framskunda verkætlanina við Hvalbiartunlinum, sum eftir ætlan verður liðugt boraður næsta ár. Tað hevur við sær, at farast kann undir tunlarnar norður um Fjall fyrr enn ætlað. Enn er kortini ov tíðliga at siga, nær teir verða lidnir. Tað veldst um, hvussu raðfest verður í langtíðar íløgukarminum, men tunlarnir norður um Fjall verða raðfestir fremst av teimum stóru tunnilsverkætlanunum, sigur Jørgen Niclasen í svarinum til Beintu Løwe. Njál Mackay Djurhuus er majorur í Frelsunarherinum. Hann og konan Erna hava verið virkin í mong ár í Noregi. Fyri trimum árum síðani doyði konan og tað var honum ein dyggur smeitur. Í dag er bók skrivað um teirra lív og hann hevur ognað konuni bókina. Nú hevur landsstýrið samtykt, at stjórnarskipanarnevndin fær eitt hálvt ár aftrat at arbeiða í, og evstamark er sett til 1. januar í 2022. Fyri níggju mánaðum síðani varð avgjørt, at landstingslimirnir í stjórnarskipanarnevndini skuldu ikki fáa samsýning, tí teir frammanundan fáa løn sum landstingslimir. Men nú hevur landsstýrið gjørt av, at landstingslimirnir kortini skulu fáa samsýning fyri arbeiðið í stjórnarskipanarnevndini frá 1. januar. Hvussu stór samsýningin verður, er loyniligt, tí málið er sent fíggjarnevndini í landstinginum, sum ikki er farið at viðgera tað enn. At møta stundisliga er ikki nakað, sum vit øll ganga høgt uppí. Summi vilja altíð vera í góðari tíð, meðan onnur ikki halda tað vera so farligt, um mann møtir fimm minuttir yvir. Marin Vang hevur drúgvar royndir sum stjóri, og hon undirvísir í leiðslu. Í sínari undirvísing brúkar hon eina persónskanning, sum tekur støði í læruni frá C. G. Jung. Hon sigur, at hóast tað ikki ber til at generalisera, so kann ein slík persónskanning geva ábendingar um, hvønn atburð mann velur at taka framum. Mann kann til dømis vera ein, sum dámar væl skil, struktur, at møta til tíðina, at fáa tingini gjørd liðug. Hinvegin dáma nøkur betur at taka tingini meira róligt, mann letur tingini koma og fara, og mann tekur tað meira lætt at koma til tíðina, sigur Marin. Um fólk hava ymiskan hugburð til tíð, kann tað skapa tvístøður millum fólk. Tí er tað týdningarmikið, at ein eisini tekur atlit til, at onnur hava øðrvísi hugburð til til dømis tíðarfesting. Um tú ert ein, ið ongantíð møtir til tíðina, kanst tú gera tær ómak at gerast betri til tað serliga um tað hevur nógv at siga fyri fólkini, sum eru møtt rættstundis. Hinvegin kunnu tey, sum altíð eru sera stundislig, eisini læra av, at taka tingini meira róligt. Sambært íslendska Fr ttablaðnum bað stjórin í Sildarvinnsluni, sum er uppsjóvarvirki á Norðfjørðinum, leiðsluna hjá Samherja um góð ráð um besta mátan at fáa vælvild frá grønlendingum og lumpa tey, so fiskirættindi fingust í Grønlandi. Hetta var í apríl 2014. Sambært Fr ttablaðnum segði Sildarvinnslan seg spyrja fyri Henrik Leth, sum var nevndarformaður í Polar Sefood, sum er størsta privata fiskivinnufyritøkan í Grønlandi. Stjórin í Sildarvinnsluni segði í telduposti til Samherja, at Henrik Leth spurdi, hvørjar íløgur vóru neyðugar, skuldi eitt uppsjóvarvirki gerast í Ammassalik. Hendan ætlan var tó ikki verulig, men bleiv brúkt til at fáa goodwill og kvotur í Grønlandi. Spurningurin var, um Samherji ikki átti nøkur góð ráð um hetta, um ikki annað ráð, sum eru brúkt í Afrika. Samherji vildi gjarna geva ráð, sambært Frættablaðnum. Men Sildarvinnslan avsannar staðiliga, at ætlanin var at lumpa grønlendingar, hóast samskifti var millum Polar Seafood, Sildarvinnsluna og Samherja um uppsjóvarvirki í Grønlandi. Silja Aldudóttir hevur týtt vælumtóktu norsku røðina SKAM, og hon kemur at greiða frá týðingini og fyribrigdinum SKOMM, sum røðin nú eitur á føroyskum. Samstundis kemur Marna Jacobsen at hugleiða um ungdómsbókmentir og rák í ungdómsbókum. Vit hava eisini tvey ummæla á skrá í dag. Hilda Bolstad Mortensen ummælir júst Skomm, og Malan Marnersdóttir ummælir skaldsøguna Jarðarferðin eftir Jóanes Nielsen. Á Bókadøgum kemur eisini út nýggj krimiskaldsøga eftir Steintór Rasmussen Ein er tíðin at liva . Steintór kemur á gátt fyrst í seinna tímanum. Vit hava sum vant tveir fastar tættir á skrá mikudag. Í táttinum Mítt listaverk vitja vit Jústinus Leivsson Eidesgaard, sum greiðir frá sínum yndislistaverki. Mutursgølan í Samherja hevur fingið nevndarformannin í Framherja, Torstein Már Baldvinsson, at leggja frá sær. Í sendingini spyrja vit Anfinn Olsen, stjóra í Framherja, um íslendsku ávirkanina á føroyska felagið. Nýggja barnaheimið endaði sum ein alsamt dýrari skitsa á borðinum hjá undanfarnu samgongu. Kostnaðarmetingin var komin upp á 135 milliónir krónur, tá Eyðgunn Samuelsen í summar valdi at steðga á við verkætlanini til eftir løgtingsvalið. Vit spyrja Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinnu í almannamálum, hvat hon ger við málið. Í dag eru seks vikur síðani Turkaland leyp á kurdisku økini í norðara parti av Sýria. Hvussu er støðan í dag, og er Islamski Staturin við at reisa seg aftur Vit tosa við Allan Sørensen, sum er Miðeysturkorrespondentur fyri Weekendavísina. Vit hava samstarvað í 25 ár og eru persónligir vinir. Tí fóru nógvir tankar gjøgnum høvdið, tá hetta kom fram, sigur Anfinn Olsen, stjóri í Framherja. Til fyri tveimum døgum síðani var Tórstein Már Baldvinsson nevnarformaður í Framherja í Fuglafirði, sum hann eigur saman við Anfinn Olsen og konu hansara Elisabeth Eldevig. Fyri góðari viku síðani varð avdúkað, at Samherji, sum er íslendska felagið hjá Tórsteini Már Baldvinsson, hevur mutrað politikarar í Namibia, fyri at fáa hendur á kvotum. Klokkan 8 15 føroyska tíð í morgun fara Dann Thorleifsson og Arne Leivsgarð í Eystara landsrætt, sum skal taka støðu til, um fútabann skal setast fyri at skera í málningin hjá danska listarmanninum Tal R. Teir báðir føroyingarnir hava keypt ein málning fyri góðar 600.000 krónur, sum teir ætla at petta sundur og seta í skivur á armbandsurum at selja víðari. Rættarviðgerðin, sum byrjar klokkan 8 15 føroyska tíð, fer væntandi at vara í fleiri tímar, sigur Dann Thorleifsson í stuttari viðmerking í morgun. Meirilutin hevði eitt uppskot, og minnilutin hevði eitt. Uppskotið hjá meirilutanum, sum er Kristina Roest, Súsanna Bertholdsen, Bogi Johannesen og Bjarni Hammer, varð samtykt. Vørn viðger framvegis upptøkurnar frá Nærabergi, sum vísa, at fiskur verður blakaður út. Men stovnurin hevur ikki tikið støðu til, um málið skal latast løgregluni. Upptøkurnar av útblaking á Nærabergi, sum Dagur og Vika sendi í síðstu viku, er í hesum døgum til viðgerðar í Vørn, sum er eftirlitsstovnur á økinum. Tað var mánadagin í seinastu viku, at Kringvarpið vísti Jóhani Simonsen, deildarstjóra hjá Vørn, Eliasi Zachariassen, skipara á Tjaldrinum, og Jani Klein Olsen, løgfrøðingi á Vørn, upptøkurnar av útblaking Jóhan Simonsen segði í gjár við Kringvarpið, at Vørn nú viðger, hvussu tey skulu brúka hesar upptøkurnar. Spurningurin er, um málið skal latast løgregluni. Í øllum førum verða upptøkurnar brúktar til innanhýsis váðametingar hjá Vørn, sigur Jóhan Simonsen, deildarstjóri á Vørn, við Kringvarpið. Tað er ikki loyvt at blaka fisk fyri borð, sambært lógini um sjófeingi. Næraberg skal í rættin fyri eitt mál um útblaking frá 2018, og tað málið kemur fyri í næstum. Næraberg liggur í Niðurlondum nú og loysir ikki aftur í ár. Orsøkin er, sambærti Hanusi Hansen, reiðara, at kvotan hjá Nærabergi er uppbrúkt. Í samband við, at barnarættindasáttmálin hjá ST fyllir 30 ár í ár, skulu níggju føroysk børn á ráðstevnu í Keypmannahavn. Við sær skulu tey hava eitt tilmæli um, hvussu vit kunnu tryggja, at børn og ung kenna síni rættindi og verða hoyrd. Í seinna parti av stuttrøðini Eg reið mær avstað , sum er ein søga um føroyingar og countrytónleik, fæst at vita, hvussu føroyskir sangarar og tónleikarar, við upptøkum sínum í Nashville, seinastu 30 árini, hava lagt lunnar undir ein nýggjan føroyskan countrysamleika. Tann søgan byrjaði í 1989, tá Jákup Zachariassen einsamallur setti sjøtil á sítt umfatandi samstarv við sonevnda A liðið í Nashville. Í higartil óbrúktum filmsupptøkum fylgja vit Jákupi Zachariassen í upptøkuhølum í Nashville saman við Halli Joensen og Kristinu Bærendsen tveimum av best umtóktu føroysku countrysangarunum nú á døgum. Vit fáa drúgva lýsing av hesum trimum høvuðsnøvnunum á føroyska countrypallinum. Vit síggja eisini mæta A liðið í Nashville á minniligu ferð síni í Føroyum í 2009. Umframt høvuðspersónarnar sjálvar hitta vit eisini Óla Poulsen, Niclas Johannesen, Birgir Kruse og Petur Rouch í sendingini. Eg reið mær avstað hevur nú í heyst verður sýndur sum biograffilmur bæði í Havnar Bio, Løkshøll í Runavík og í Salti í Suðuroy, men nú verður søgan send í sjónvarpinum í tveimum pørtum. Hesa vikuna vitjaðu vit heima hjá Jústinusi Leivsson Eidesgaard, sum greiddi frá einum málningi, sum hann er serliga glaður fyri, og sum hevur eina serliga søgu í mun til, hvussu hann ognaði sær hann. Magasin er ikki so vanligt á føroyskum, vit hava blað, tíðarrit og so framvegis, meðan orðið, sin, hevur eina heilt aðra merking. Tí skuldi tað heldur itið bókarit, heldur Elin Henriksen, málkøn. Armgarð Arge, Kári Sólstein, Gylta D. á Neystabø, Billa W. Jákupsdóttir, Jóhan B. Mortensen, Rasmus Tantholdt, Magni J. Hansen, Bergtór Thomsen og Elin Henriksen. Vinmennirnir Magni Hansen og Bergtór Thomsen úr Fuglafirði sótu í hitarúmi saman, tá teir avgjørdu at báðir skuldu melda seg til ironman. Síðan í summar hava stórar mótmælisgongur verið í Hong Kong móti kinesiska einaræðinum. Summar dagar hava út við tvær milliónir fólk verið á gøtunum og mótmælt. Síðan mótmælini byrjaðu í juni, er støðan alsamt harðnað og er nú vorðin so ógvuslig, at tað ávirkar gerandisdagin hjá fólki. Millum annað er stórur partur av undirstøðukervinum stongt, skúlar eru stongdir og samanbrestirnir millum mótmælisfólkini og løgregluna hava enntá kostað fleiri mannalív. Mótmælisfólkini hava gyrt seg inni á einum universiteti í býnum, men tey eru komin í eina sera trupla støðu. Maturin er við at ganga undan, men um tey fara út, verða tey handtikin. Tað sigur Dennis Holm, formaður í Kommunufelagnum, sum fyrapartin var á fundi við Fíggjarnevndina hjá løgtinginum um ætlaðu broytingarnar í pensjónskipanini. Listafólkasamband Føroya, LISA, heitir á Jenis av Rana, landsstýrismann í mentamálum, at halda avtaluna, sum varð gjørd í summar, um, at LISA og Tjóðsavnið skulu sleppa at brúka bygningarnar í Hoydølum. Vit hoyra brot úr Grettiskvæði. Óla Jákup Hansen skipar í dansi í Gøtu. Sjálv upptøkan er 7 8 minuttir. Ungdómsvísuna kvøða sumbingar. Ikki er viðmerkt, hvør skipar. Heini Mortensen skipar Kong Sverke í Dansifelagnum í Havn. Vit hoyra eisini Dansifelagið kvøða Fípuna Føgru, sum Niels á Velbastað á skipar. Somuleiðis kvøða tey í Dansifelagnum eitt brot úr Grindavísuni. Róald Johannesen skipar. Er upprunaliga tikið upp til sjónvarp. At enda skipar Katrin Johansen Bøhmerlandsdronningina í Dansifelag Kaggans. Advokaturin hjá danska listarmanninum Tal R vil hava sett fútabann móti, at báðir føroyingarnir sleppa at skera í málningin, sum teir hava keypt fyri 600.000 krónur í London at brúka til urskivur. Viðgerðin í Eystara Landsrætti vardi frá klokkan 9.15 í morgun til klokkan 14.15 seinnapartin uttan úrslit, tí dómarin skal hava umhugsunartíð, áðrenn hann kemur við einum úrskurði. Marner Jacobsen, Odd Bjellv g og Fritleif Olsen vórðu mánadagin í Føroya rætti dømdir at gjalda 150 milliónir krónur til Fíggjarligt Støðufesti. Við hugleiðingum um undur og vakurleika fer lurtarin inn í tónleikin, sum á ymiskan hátt litar og klæðir hugan og kenslurnar. Lagt til rættis Tóra við Keldu. Fyrr í vár skrivaðu táverandi landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Kristina Háfoss, og katalanski ráðharrin í talgilding, Jordi Puigneró, undir avtalu um samstarv innan talgilding. Avtalan, ið er eitt sonevnt Memorandum of Understanding, snúði seg um at orða nýggj samstarvsøki, ið hava við sær, at Føroyar og Katalonia skifta vitan, royndir og loysnir innan talgilding sína millum. Á framsýningini eru landslagsmyndir, sum í høvuðsheitum eru úr Havn, og fleiri kvinnumyndir, umframt eitt steinprent við bíbilskum myndaevni. Øll verkini á framsýningini eru nýggj. Framsýningin letur upp fríggjadagin 22. november, og opið verður frá klokkan 16 18. Og á ferniseringini fara Drifa Hansen og Johanne Andersson at syngja og spæla. Tú kanst hoyra samrøðuna við Torbjørn Olsen her Fyrr í vár skrivaðu táverandi landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Kristina Háfoss, og katalonski ráðharrin í talgilding, Jordi Puigneró, undir avtalu um samstarv innan talgilding. Avtalan, ið er eitt sonevnt Memorandum of Understanding, snúði seg um at orða nýggj samstarvsøki, ið hava við sær, at Føroyar og Katalonia skifta vitan, royndir og loysnir innan talgilding sína millum. Kvinna hevur millum annað hátíðarhildið hetta við at geva út fyrsta sonevnda bókasinið Søtt og Salt . Blaðredaktiónin er eisini saman við Sansum, sum eigur blaðið, fyri stuttum flutt í nýggj, nýumvæld hølir á Smyrilsvegi 13. Tá Kvinna kom út fyrstu ferð, var onki annað slíkt kvinnublað í Føroyum, og endamálið varð tá millum annað at seta føroysku kvinnuna á breddan, at fáa kvinnur at úttala seg í almenna rúminum, og at bróta niður tabu, sigur Lena L. Morh, fyrsti blaðstjóri á Kvinnu. Blaðið hevur broytt og ment seg hesi 15 árini, og evnini, ið verða viðgjørd, broytast eisini støðugt við tíðini. Í dag verður stórur dentur lagdur á eitt nú lívsstil, mat, móta, heilsu og annað, og samstundis verður framvegis farið í dýpdina við ymsum viðkomandi og aktuellum evnum, sigur Birgith Lassen, content manager á Kvinnu. Blaðið hevur altíð lagt stóran dent á vakrar og nærum listarligar myndir og professionella og flotta uppseting. Kvinna er rikið á handilstreytum, og fær ongan stuðul, og tí er tað støðugt ein avbjóðing at fáa blaðið at bera seg. Eitt, sum blaðið hevur lagt seg eftir seinasta árið, er native adverstising , ið eru lýsingar, ið líkjast vanligum greinum, men sum lýsarar rinda fyri. Skal Kvinna vera til í 15 ár aftrat, er neyðug at fylgja tíðarrákum, áhugamálum og krøvum hjá bæði lesarum og lýsarum fyri at selja nóg mikið og fyri at fáa nóg nógvar lýsingarinntøkur , siga Lena og Birgith. Men samstundis skulu vit eisini verða trúgvar ímóti innihaldssliga endamálinum við blaðnum , siga tær. Millum annað tí ger blaðið javnan lesarakanningar, har spurt verður um hvat lesarar og lýsarar dáma og ynskja. Vit fara til dømis skjótt at gera eina lesarakanning, har spurt verður um eitt nú native advertising greinarnar , vísur Birgith á. Vit vitja Tórbjørn Olsen, sum letur upp málningaframsýning í Steinprenti í Havn. Kvinna fyllir 15 ár hendan mánaðin vit tosa við útgevaran. Óli Olsen gevur út bókina Glottar úr trolarasøguni. Sólrún Michelsen, sum gevur út søguligu skaldsøguna Ein táttur er Silvur, er hósdagsgestur. Og Mortan úr Hamrabyrgi tosar um sín stóra áhuga fyri mati og tær broytingar, sum eru hendar við matmentanini seinnu árini. Kommunurnar finnast at landsstýrinum fyri at geva fólki pengar út kommunukassunum. Men er myndin nú so einfald Kjak millum formannin í Kommunufelagnum, Dennis Holm, og formannin í fíggjarnevndini hjá løgtinginum, Magnus Rasmussen. Hevði landsstýrið rætt til at taka burturav kvotunum hjá flakatrolaranum Enniberg til royndaruppboðssølur Og var uppsøgnin av veiðiloyvunum í 2007 í lagi Á Breddanum ídag hyggja vit nærri at stevningini móti Fiskimálaráðnum saman við løgfrøðinginum Rúnu F. Guttesen. Gestur í útvarpsstovuni er advokaturin Christian Andreasen, advokatur hjá P F Ennibergi, sum á løgtingsvalinum 1. september eisini gjørdist politikari. Talan er um eina søguliga lagnuskaldsøgu, har Sólrún tekur útgangsstøði í sínari egnu familjusøgu, men annars bryggjar víðari og skapar eina spennandi søgu. Ein syrgiligur tilburður setir gongd á skaldsøguna. Ein mamma doyr í barnferð frá 10 børnum fyri stórt hundrað árum síðan. Sorgin verður tagd burtur, pápin giftist uppaftur. Børnini spjaðast, og lagnan lagar seg ógvuliga ymiskt. Hetta verður flættað inn í søguligar rembingar og gerandislív seinast í 19. og fyrst í 20 øld. Ein framrokning hjá kommunufelagnum vísir, at ætlaðu skattalættarnir til lærlingar og pensjónistar umframt skattalættin, sum fyritíðarpensjónistar fingu síðsta valskeið í 2021 fer at kosta kommununum góðar 59 milliónir. Men tað er ymiskt, hvussu tey einstøku økini verða rakt. Í miðal kosta skattalættarnir 1.144 krónur um árið fyri hvørt fólkið í Føroyum. Hetta árið vaks útflutningurin eina milliard krónur. Útflutningurin av toski vaks 300 milliónir krónur, og makrelurin vaks 350 milliónir krónur. Laksurin er framvegis størsta útflutningsvøran. Laksurin er næstan helvtin av útflutninginum, hann er 45 prosent, men nøgdin vaks meira enn virðið, nøgdin vaks 23 prosent og virðið vaks 17 prosent. Innflutningurin hetta árið var eina milliard minni enn útflutningurin. Hann vaks hálva milliard krónur, helvtina minni enn útflutningurin. Munurin millum innflutning og útflutning er farin upp um milliardina aftur. Nakað er síðani, at munurin fór niður um milliardina. Hann hevur verið heilt niðri á 300 milliónum krónum í eitt ár. Coldplay gevur í dag út nýggju útgávuna, Everyday Life, men fólk sleppa ikki at hoyra bólkin framføra, tí teir fara ikki at hava nakra konsertferð, fyrr enn teir hava funnið eina burðardygga loysn. Chris Martin sigur, at teir fara at kanna, hvussu teir kunnu hava eina burðardygga konsertferð, har hann millum annað ikki vil hava nakra plastnýtslu. Tónleikabólkurin vil, at sólorka verður nýtt til framleiðsluna. Hann væntar, at tað ganga eitt ella tvey ár, áðrenn teir hava funnið eina burðardygga loysn. Bólkurin Coldplay er ein av heimsins best seljandi bólkum. Teir hava selt fleiri enn 100 milliónir fløgur kring heimin, og teir hava vunnið fleiri virðislønir. Bókadeildin skipar í sambandi við Bókadagar fyri tveimum SKOMM tiltøkum fríggjadagin 22 11 í Norðurlandahúsinum. Julie Andem, sum skrivaði og leikstjórnaði røðina SKAM og ein av sjónleikarunum, Thomas Hayes, sum spældi leiklutin sum William í røðini, luttaka. Sum ungdómsbókmentir eru hesar bøkurnar áhugaverdar, tí vit eiga onki tilfar á føroyskum máli, sum líkist, tá tað snýr seg um bæði mál og tekstslag. Innihaldsliga eru tað somuleiðis fáar ungdómsbøkur, sum viðgera so mong aktuell evni, sum hesar gera sosialar miðlar, kynsligan samleika, at vera muslimur, etingarólag og sálarsjúku fyri at nevna nøkur. Miðlar hava eina skyldu at ummæla føroyska list, og føroysk list skal metast eftir altjóða stiga og ikki eftir onkrum serligum føroyskum stiga. Gestir Hallbera West, Ph.d. í stjórnmálafrøði, Kaj Joensen, journalistur, Jógvan Hugo Gardar, journalistur, Ria Tórgarð, leikstjóri og sjónleikari og Ingi Rasmussen, redaktørur á Nón. Pedagogfelagið noktar limum sínum at søkja størvini sum eindarleiðarar fyri dagsstovnarnar, sum Tórshavnar kommuna lýsti leys í gjár, tí eingin avtala er gjørd um, hvussu størvini verða lønarflokkað. Ivy hevur ikki sæð familjuna leingi og velir at fara aftur til svenska barndómsbýin, har hon millum annað ætlar at konfrontera mammu sína. Sasha er á forsíðuni á Ekstra Blaðnum, har hon avdúkar, at hon varð fødd sum drongur. Saman við bryggjarínum, Okkara, eru Eva úr Dímun og Jógvan Jón Petersen av Dímunargarðinum, farin undir hesa framleiðsluna av rótabryggj. Fýra bilførarar hittast á V ler. Teimum dámar øgiliga væl bilar og teir og bilarnir skulu verða við í hørðum kappingum. Einans vinnarin fer víðari til finalurnar. Programmleiðarar Molly Pettit og Torfinn Borkhus. Glottar úr trolarasøguni er heitið á bók, sum Óli Olsen hevur skrivað. Bókin umfatar byrjanina til føroyska trolveiðu fram til 1961, tá seinasti síðutrolarin Magnus Heinason, verður bygdur. Bókin lýsir søguna hjá hvørjum skipi sær, og harumframt eru eitt nú eisini kort, sum vísa føroysku fiskileiðirnar við síðutrolarunum. Tú kanst hoyra samrøðuna við Óla Olsen her Storm á Lognarveg er ein jólakalendari til alla familjuna. Í hesum jólakalendaranum hendir alt møguligt, alt frá rennandi jólamonnum og piparkøkuhúsbyggjaríi til varúlvaholir, jólapyntsstuldur og aftanífráorð. Men konan er ikki ráðaleys, tí hon fær altíð onkran at hjálpa sær. Onkuntíð er tað kettan, onkuntíð er tað hundurin, tí konan dugir nevniliga at tosa við djórini. Søren Hviid Melsen hevur serligt sinni. Tí er hann kendur fyri satiru og humor. Men sinnið er eisini tað sum ger, at hann ikki hevur tað stuttligt sjálvur. Rukkuti heili hansara ávirkar lívið og fólkið rundan um hann. Tí er hann nú farin at leita inn í seg sjálvan har vónar hann at fáa greiðu á, um nakað feilar. Miklagarður í SMS í Havn hevur verið undir umbygging í allan september mánaða. Ein umfatandi broyting er, at handilin hevur fingið nýggja gjaldsskipan, sum ber í sær, at viðskiftafólk sjálv skulu bæði skanna prísírnar á vørunum og gjalda við gjaldskorti. Hetta er ein skipan, sum hevur virkað í eitt nú Danmark í eina tíð, og nú verður hon so roynd í Miklagarði. Johan Ziskason, KT leiðari og Dánjal Jespersen, samskipari, eru samdir um, at skipanin riggar væl. Tað eru eini 27 av viðskiftafólkunum, sum velja at brúka sjálvgreiðsluna, sigur Johan. Spurdur um, hvørt tørvur ikki er á persónligari tænastu, sum eitt fólk við kassan kann veita, svarar Dánjal, at tey hava fingið nýggjar tænastur inni í handlinum, eitt nú við nýggja kaffibrennaríið og mjólka automatuna. Hoyr innslagið her Bólkurin Reality Bytes vann í ár Cement kappingina og er nú klárur við nýggjari útgávu. Høvuðsvinningurin í Cement var tríggir dagar í Studio Bloch, og bólkurin var longu í upptøkuhølunum í august í ár. Tað er Hans Poulsen, sum bæði hevur staðið fyri upptøkunum, miksað og mastrað. Dania Tausen og Ingmar Mikkelsen, sum vitjaðu í sendingini Vikuskifti, lótu sera væl at samstarvinum við Hans. Hans er eitt jarn , eru tey samd um. Dania syngur, og Ingmar spælir tangentar. Afturat sær hava tey Paula Reinert Poulsen á gittara, David Simonsen á bass og Tórð Dam Jacobsen á trummur. Tónleikurin er ein blandingur av rock, jazz, blues, funk og gospel. Hoyr prát við Reality Bytes her Til hesa fyrstu sending við ljóð og mynd endurvitja vit ræðugistingarhúsið The Overlook Hotel saman við Danny Torrance í ræðufilminum. Vit fara eisini uppliva eitt náðileyst og skitið familjuklandur um pengar og vald í HBO sendirøðini Succession , og síðst, men ikki minst, fara vit at tosa um eina dapra tulkingin av hetju heiminum í sendirøðini Watchmen. Tað var andstøðuflokkurin Partii Naleraq, sum reisti misálitið, eftir at Erik Jensen hevði sett fram ynski, um at verða loystur úr starvinum sum landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðar og ráðevnismálum í landsstýrinum hjá Kim Kielsen. Erik Jensen hevði fyrr um dagin alment funnist harðliga at Kim Kielsen og boðað frá, at hann ætlar sær at bjóða Kim Kielsen av sum formaður í Siimut á landsfundinum, sum verður í juli næsta ár. Hetta er 14 ferðin, at eitt landsstýrisfólk verður skift út í landsstýrinum hjá Kim Kielsen, síðani landsstýrið varð skipað 15. maj í 2018. Stór ónøgd hevur valdað í Grønlandi seinastu tíðina, eftir at samgongan valdi at typpa hol í landskassanum við at leggja stór avgjøld á góðgæti, sukur, alkohol og sigarettir. Næstformaðurin í Siumut, Karl Kristian Kruse, fanst so seint sum hósdagin at Kim Kielsen og hansara leiðsluevnum, tá hann segði seg hava tað trupult við at verða verandi í Siumut og stuðla Kim Kielsen. Men í gjár var tað hann, ið forðaði fyri at misátið varð samtykt. Hetta hendi, eftir at Kim Kielsen hevði lovað nakrar kvotur til fyrimuns fyri Karl Kristian Kruse. Løgreglan roynir hesa tíðina at fremja málrættaði átøk í ferðsluni, fyri millum annað at forða fyri rúsdrekkakoyring, nú jólaborðhaldini eru. Hon er virkin á fleiri økjum. Hevur í fleiri ár sungið, bæði sjálv og saman við øðrum. Harafturat hevur hon í fleiri ár íðka ítrott, serliga flogbólt, sum hon spælir enn. Aftaná framhaldsdeildina fór hon fyrst at arbeiðia fyri at vinna pening og fór síðani á Bíbilskúla í Noregi. Eisini var hon í starvsvenjing í Brasilia og Uganda. Tórfríð hevur staðið fyri einari jólakonsert, har hon sjálv syngur, í 10 ár. Konsertin verður aftur í ár, tó hesaferð ímillum jól og nýggjár. John Johansen og Bjørg Dam vitja í leygardagssendingini, og við sær hava tey tvær søgur í part, har onnur er sonn, meðan tey pella í hinari. Christian Andreasen, advokatur, segði í Breddanum hósdagin, at hann hevði ynskt, at málið langt síðani var avgreitt, men at Fiskimálaráðið hevur drýggjað málið. Reiðaríið Enniberg stevndi landsstýrið í desember 2017, beint áðrenn løgtingið fór undir 3. viðgerð av lógaruppskotinum um fyrisiting av sjófeingi. Er tað nakar, sum hevur bíðað, so er tað Fiskimálaráðið, sigur Eyfinnur Jacobsen og vísir á, at Fiskimálaráðið hevur svarað stevningini og replikkini frá mótpartinum, og harumframt hevur ráðið bíðað eftir samanumtakandi rættarmálsritinum síðani einaferð í summar. Hesum rættarmálsriti er mótparturin ongantíð komin við, og nú hevur mótparturin so biðið um at fáa málið útsett, sigur Eyðfinnur Jacobsen. Hósdagin skuldi fyrireikandi rættarfundur vera í Føroya Rætti. Men tá bað advokaturin hjá reiðarínum, Christian Andreasen, Føroya Rætt um at útseta málið til eftir nýggjár. Samgongan, sum tók við eftir løgtingsvalið 31. august í ár, ynskir at gera munandi broytingar í lógini um sjófeingi og sambært Christiani Andreasen hevur tað somikið stóran týdning fyri stevningina, at rættarmálið má útsetast til lógaruppskotið hjá Jacob Vestergaard er avgreitt í løgtinginum. Tað prinsipiella í stevningini snýr seg um úrslitið av nýggju fiskivinnulóggávuni, ið kemur eftir at veiðiloyvini vórðu uppsøgd. Tí kann vera skilagott at útseta málið ikki minst, tá tann, sum stevnir, ynskir tað, sigur Eyðfinnur Jacobsen. Tórfríð Tavsen er boðin til Kaffiduss. Aftaná luttakað Heini í Havn Magnussen, Trina Eysturoy og Napolion J. Magnussen í Kjakaríinum, og síðani pella Bjørg Dam og John Johansen fyri hvørjum øðrum. Sambært nýggjastu hagtølunum hjá Hagstovuni er tað serliga virðið á vaksandi nøgdunum av toski, sum dregur samlaða talið uppeftir. Føroysk skip og bátar hava avreitt tosk fyri 440 milliónir krónur, fyrstu 10 mánaðirnar í ár, og tað eru 169 milliónir meira enn sama tíðarskeið í fjør. Vøksturin er 62 prosent. Men nøgdirnar av toski hava eisini verið munandi størri. Fyrstu 10 mánaðirnar í ár eru avreidd 22.000 tons av toski, og tað eru góð 8400 tons meira enn somu tíð í fjør. Vøksturin er 61 prosent. Fyrstu 10 mánaðirnar í ár avreiddu føroysk skip og bátar hýsu fyri 90 milliónir krónur, tað eru 33 milliónir meira enn somu tíð í fjør. Fyrstu 10 mánaðarnar er upsi avreiddur fyri 99 milliónir, tað eru 32 milliónir krónur minni enn sama tíðarskeið í fjør. Í tonsum er avreidda nøgdin minkað við góðum 3.200 tonsum, niður í 16.100 tons. Deja Vu gav einans eina fløgu út. Hon er væl úr hondum greidd og tikin upp í fleiri upptøkuhølum í Føroyum og Danmark. Niclas Johannesen og Óli Poulsen tóku sær av framleiðslu og ljóðblandi. Tú kanst verða dømdur í rættinum, um tú lýgur teg sjúkan fyri arbeiðsgevaranum. Tað noyðist ein 58 ára gomul kvinna úr Roskilde í Danmark at sanna. Kvinnan er dømd 30 dagar treytaða fongsulsrevsing fyri at lúgva seg sjúka fyri arbeiðsgevaranum, so hon kundi halda feriu saman við familjuni. Hetta skrivar DR á heimasíðuni. Kvinnan hevði í nógv ár hildið frí saman við familjuni fyrstu vikuna í juli. Men fyri tveimum árum síðani fekk hon ikki frí júst ta vikuna. Tá tað ikki eydnaðist kvinnuni at broyta sína feriuviku, gjørdi hon ikki mætari enn at billa arbeiðsgevaranum inn, at hon skuldi undir skurð og mátti sjúkraskrivast í eina viku. Harvið kundi kvinnan halda frí saman við familjuni. Men lygnin bleiv uppdagað, og tað hevur nú fingið avleiðingar fyri kvinnuna, sum er dømd fyri skjalafalsan og svik. Kvinnan viðgekk ákærurnar í rættinum og tók við dóminum. Hon segði, at hon kendi seg meira skuldbundnan mótvegis familjuni enn mótvegis arbeiðsgevaranum. Tí gjørdi hon, sum hon gjørdi. Hóast valið ikki er til tjóðartingið, hevur valið í dag stóran týdning, tí tað verður sæð sum ein roynd av undirtøkuni hjá umstrídda leiðaranum, Carrie Lam. Carrie Lam hevur boðað frá, at tað kundi koma upp á tal at avlýsa valið í dag um ófriður fór vera, men higartil tykist alt at hava gingið friðarliga fyri seg. Bæði umboð fyri einum tættari samstarvi við Kina, og tey, ið siga seg ynskja eitt fríðari Hong Kong, hava eggjað fólki til at fara friðarliga á val, og tí er stórur spenningur um hvussu úrslitið verður. Prestur Jákup Erlingsson Petersen Deknur Heidi í Homrum Organistur Ólavur Jacobsen Klokkari Kristian Martin Jacobsen Teknikari í kirkjuni Høgni Fagraberg Í sendingini hoyra vit tónleik fyri blásarabólkar. Tónaskøld so sum Eric Ewazen, Eurico Carrapatoso, Aaron Copland, Phil Woods og Jacques Ibert. Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, sigur við Kringvarpið, at tølini hjá teimum benda á ein vøkstur á umleið 10 prosent í ferðafólkatalinum. Samstarvsavtalan við Air France KLM hevur eisini víst seg at virka sera væl, bæði til at fáa ferðafólk hendanvegin, og eisini at senda føroyingar út í heim. Vøksturin er tískil ikki bara í ferðafólkum, sum leggja leiðina fram við Føroyum, tí føroyingar eru eisini vorðnir ídnari at fara út í heim at ferðast. Í næstum verða tvey nýggj gistingarhús klár at taka ímóti ferðafólkum, og hetta sæst longu nú á bókingunum fyri komandi ár, sigur Jóhanna á Bergi. Fríggjadagin sendi landslæknin eitt kunningarskriv út til foreldur og starvsfólk í Miðgarði, har kunnað var um bakteriuna stytt VTEC, sum elvir til leyst lív, kvalma, spýggju og febur. Orsøkin til at landslæknin ávarar ímóti hesi bakteriuni er, at hon í nøkrum førum eisini kann elva til nýrasjúku, sum er meira alvorlig. Eitt barn á stovninum er higartil innlagt, og nøkur aftrat eru til observatión, sigur landslæknin, Lars Fodgaard Møller, við Kringvarpið í dag. Við tað at fleiri av gerandishendingunum, sum sagt verður frá, fóru fram fyri nærum 100 árum síðani, er nógv bæði øðrvísi og hugtakandi at hoyra um. Absalon Absalonsen er føddur og uppvaksin í Vági. Mamman, Frida, var vágbingur, dóttir Ólav Mikkelsen í Brekkugerði og Olevinu í Tøðuni, og pápin var Marius Absalonsen av Viðareiði. Absalon hevur siglt nógv. Síðani hann legðist upp á land 67 ára gamal, hevur hann røkt frítíðarítrivini at mála og skriva. Í einari skaldsøgu hevur hann lýst hungursárini í Føroyum í 1700 og 1800 talinum og fyrstu royndirnar hjá føroyingum við hetlendskum fiskiskipum, áðrenn føroyingar fingu sær skip sjálvir. Nógvir suðringar búsettust í Skotlandi og Onglandi. Tónleikur verður meira og meira brúktur í demensrøktini. Um vikuskiftið var skeið fyri starvsfólki, sum arbeiða innan økið, um hvussu tónleikur kann brúkast í røktini av okkara eldru borgarum. Í útvarpsstovuni eru Hanne Mette Ochsner Ridder, undirvísari og professari í musikterapi, Sanne Storm, musikterapeutur á psyk. deplinum og Marjun Restorff, leiðari fyri demensklinikkini á Landssjúkrahúsinum. Luttakarar Petur Hans Dahl, Hanne Mette Ochsner Ridder, Sanne Storm, Marjun Restorff, Kathrina Lindenskov Holm og Andrass Thomsen. Tveir persónar av útlendskum uppruna sessast við eitt borð, har tann ákærdi sat við tveimum øðrum føroyingum. Illstøðan byrjar, eftir at tann ákærdi, ið er rúsaður, spyr, um teir báðir eru muslimar. Eg hati allar muslimar. Tit eru lortafólk, ið bert vilja útnytta Danmark. Tit skuldi allir verið tveittur úr landinum. Muslimar standa fyri øllum kriminaliteti í Danmark og Svøríki. Teir báðir, ið fáa skoluna, fara síðani frá borðinum og seta seg við eitt annað borð. Og av tí at tann ákærdi helt fram við at spilla muslimar út ringdi annar teirra til politiið. Viðvíkjandi hóttanini um at drepa, so varð hetta nevnt sum aftursvar til tann órættaða, ið ringdi til løgregluna og sum segði, at um ikki hon kom skjótt, so fór at hann at drepa tann ákærda. Nakað, sum tann órættaði vísti aftur í rættinum í dag. Meðan verjin royndi at fáa váttan fyri, at tann ákærdi ikki tosaði generelt um ein bólk men um teir sonevndu radikalu muslimarnar. Nógv orku varð eisini nýtt frá báðum pørtum at fáa staðfest, hvussu nógvir gestir í veruleikanum vóru í matstovuni, tá hendingin fór fram. Tí, sambært 266 b, so er ikki nóg mikið einans at bera fram niðrandi úttalilsi tey skulu antin verða borin fram alment ella við tí fyri eygað at verða útbreidd til fleiri. Dómarin og ákærin tosa danskt, men skilja føroyskt meðan teir báðir av útlendskum uppruna skilja illa danskt og tosa hálvbrotið føroyskt. Úrslitið var, at verjin, ið er føroyingur, ofta mátti brúkast sum tolkur. Málið fyrrapartin dróg út og er tí útsett til í fyrsta í næstu viku. tann ákærdi noktar seg sekan, meðan ákærin krevur, at maðurin fær dagbøtur. Rætting Í upprunagreinini stóð, at maðurin er ákærdur fyri alment at hava borið fram rasistiskar útsagnir móti muslimum. Hetta er ikki rætt. Talan er um útsagnir, ið eru vendar móti einum trúarbólki og ikki rasu. Við hugleiðingum um undur og vakurleika fer lurtarin inn í tónleikin, sum á ymiskan hátt litar og klæðir hugan og kenslurnar. Lagt til rættis Tóra við Keldu. Sjóndepilin við Íslandsvegin í Havn varð settur á stovn í 1988. Tey fyrstu mongu árini var navnið Føroya Blindastovnur. Men fyri umleið 10 árum síðani varð navnið broytt til Sjóndepiliin. Karin Kass, leiðari, sigur, at tey merktu beinanvegin eina broyting, tí Sjóndepilin er eitt meira jaligt heiti. Tey merktu týðiligt, at tað bleiv lættari fyri fólk at seta seg í samband við tey. Sjóndepilin er skipaður í tríggjar eindir. Tær eru ráðgevingin, dagtilhaldið og vardi verkstaðurin í Traðarbrekku. Á Sjóndeplinum kunnu blind og sjónveik fáa alla ta hjálp, ið tey hava brúk fyri. Í dagtilhaldinum við Íslandsvegin veva tey, binda, pussa horn og ymiskt annað. Tey siga, at tað er sera umráðandi at merkja, at ein kann gera okkurt til nyttu, hóast ein er sjónveikur ella blindur. Kvinnurnar í ítrivinum siga, at tað kennist sum hetta er ein familja sum samlast her. Vardi verkstaðurin á Traðarvegnum er eitt arbeiðstilboð til sjónveik blind og lættari seinment. H ar eru fimm fólk til arbeiðis, umframt starvsfólk. Tá vit vitja, ger Hans Birgisheim goggar, sum verða seldir umborð á útróðrarbátar. Diana á Horn, deildarleiðari, sigur, at tey hvønn mánað vitja onkra fyritøku. Hesa vikuna fara tey út á Glasir at vitja og fáa frágreiðing um nógv umtalaða skúlan. Í Traðarbrekku er eisini handilin hjá Sjóndeplinum. Ruth Thomsen skipar javnan fyri tiltøkum í bølamyrkri. Tað hava verið ymiskar máltíðir, kaf ir og konsertir. Hon sigur, at endamálið er at fólk skulu uppliva hvussu tað er at vera blindur. Kortini fáa tey eina jaliga uppliving. Ruth sigur, at fólk eru eyðmjúk, tá ljósið verður tendrað aftur. Hvønn týsdag samlast nakrir menn á Sjóndeplinum til upplestur og at samskifta um orð og málslig fyribrigdi . Jens Marius Henze, fyrrverandi lærari, lesir ymsar tekstir upp. Nólsoyingurin John Thomsen, sum kemur til Havnar hvønn týsdag, er nógv upptikin av serligum orðum, sum hinir so kunnu gita. Og vit hitta eisini Johan Petur Nielsen, sum hevur verið roknskaparleiðari á Sjóndeplinum í 22 ár, hóast hann hevur lítla sjón. Stóru tølini og bókstavirnir á telduni og talan úr hátalaranum gera, at hann er førur fyri at gera sítt arbeiði. J Tey, sum annars eru við í sendingini á Sjóndeplinum, eru Anna Nesá, Bernhild Petersen, Emmy Johansen, Hjørdis Samuelsen, Kristina Davidsen, Olivia Kristiansdóttir, Silja Samuelsen, Karin Kass, Diana á Horn, Hans Birgisheim, Ruth Thomsen, Jens Marius Hentze, John Thomsen, Maria Svabo Hansen, Johan Petur Nielsen, Tórun Sumberg og Selma Davidsen. Eisini hevur landsstýrið sett sær sum mál, at føroyskir myndugleikar fáa innlit í og ávirkan á øll viðkomandi uttanríkispolitisk og verjupolitisk mál. Hetta fer landsstýrið at tosa við Jeppe Kofod um, meðan hann er í Føroyum. Jeppe Kofod kemur í morgin og fer fyrst til Gásadals, áðrenn hann fer til Havnar. Jeppe Kofod og Jenis av Rana, landsstýrismaður, hava fund í Tinganesi seinnapartin í morgin. Hósdagurin byrjar við fundi í løgtinginum við Uttanlandsnevndina, og síðani gongur leiðin í Vinnuhúsið. Er endamálið við Bústøðum at breiða seg um allan leigumarknaðin, líka frá bílig um lestrarbýlum til stórar og dýrar marglætisbústaðir, ella skal endamálið hjá Bústøðum av mar kast til eitt ávíst slag av leigubústøðum Tað eigur politiski myndug leikin at taka støðu til, heldur Arbeiðsgevarafelagið. Tað eigur at verða púra greitt, hvørjar leigubústaðir, tað almenna skal útvega og reka, sigur felagið. Hetta stendur í einum hoyringarskrivi í sambandi við, at Fíggjarmálaráðið ætlar at leingja freistina at søkja um at fáa meirvirðisgjaldið fyri at byggja leigubústaðir aftur. Tey, sum byggja ella umbyggja ein bygning til leigubústaðir fyri meira enn 200.000 krónur, kunnu fáa endurgoldið inngangandi meirvirðisgjald av byggikostnaðinum. Louise Steffensen hevur verið ill, líka síðan hon var tannáringur, og tað er bara versnað, nú er hetta ein stórur trupulleiki. Hon stúrir fyri, at hon í øðini kann skaða onkran, tí leitar hon sær hjálp. Í fýra sendingum kannar verturin Adam Holm, sum sjálvur hevur temperament, hvat vreiði er Nær er øði ein positiv drívmegi Og nær er øði eitt óstýriligt skrímsl Malou og Alex liva saman í opnum parlagi. Tey liva saman og ganga við øðrum. Kappsigling er veitsludagur í lestrarumhvørvinum í rhus, og ætlanin er, at Malou skal hjálpa Alex at skora. Men hvat siga genturnar, tá tær fáa at vita, at hann livir saman við eini aðrari Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur svarað Heðini Mortensen, løgtingsmanni, um innkomuvegin til Havnar. Landsstýrismaðurin sigur, at landsstýrið hevur ikki havt tingingar við Tórshavnar kommunu um innkomuvegin. Jørgen Niclasen sigur, at landsstýrið arbeiðir við at raðfesta íløgur innanfyri langtíðar løgukarmin. Landsins partur av innkomuvegin er partur í hesi raðfesting. Ætlanin er at gera innkomuvegin lidnan í stigum, so hvørt sum ferðslutrýstið ger tað neyðugt. Tí ber illa til at siga, nær innkomuvegurin verður heilt liðugur, sigur Jørgen Niclasen. Langt inni í Grue Finnskog hevur Jan Storberget leingi verið ein týdningarmikil beri av siðvenju, hóast hann higartil hevur verið alt annað enn errin av hesi somu siðvenju. Tina M Müller kannar nærri, hvussu heilsugóð henda væl dámda fruktin er, og hvat verður gjørt, fyri at fáa súreplini at halda sær betur. Í fjør fekk Hildur Hjálmarsdóttir Dam ein pakkakalendara frá vinkonu síni Evu, sum er átta ára gomul. Í hvørjum pakka var ein leika, sum Eva ikki longur brúkti, og sum hon tí hevði pakkað inn til kalendara til vinkonuna. Hildur og mamma hennara Hanna hava verið sera glaðar fyri endurnýtslukalendaran, og hugskotið ætla tær sær eisini sjálvar at endurnýta. Fyri Fyri tekur hvønnfall, tá ið talan er um tíð Vónandi verða jólagávurnar lidnar fyri jól. Nú á døgum verða jólaborðhaldini ofta hildin í góðari tíð fyri jól. Áðrenn Áðrenn var fyrr einans sambindingarorð Tú mást siga frá, áðrenn tú kemur. Vit mugu keypa tilfarið, áðrenn vit kunnu fara undir arbeiðið. Tað er ikki skeivt at siga áðrenn í øllum hesum dømunum, men vit varðveita eitt fjølbroyttari mál við eisini at nýta fyrisetingarnar undan, fyri og innan, sigur Elin Henriksen, málkøn. Í Ringsbergskúlanum í V xj er bókasavnsvørðurin Eric Haraldsson líka ofta saman við lærarunum úti í flokshølunum, sum hann er á bókasavninum. Málið er at geva næmingunum amboð at gerast kritiskir miðlabrúkarar. Keldukritikkur má vera ein integreraður partur av allari undirvísing, heldur Eric. Maria Ziskason Nesá og maðurin Arnfinnur vildu fegin fáa eitt barn. Tað eydnaðist og miseydnaðist, so endin varð, at tey skuldu til IVF viðgerð í Íslandi. Og tað gleðiliga hendi tey fingu eina dóttir. Men eftir í Íslandi liggja tvey fryst, gitin egg. Hvat er ein rættur maður Hvussu hevur maðurin tað í dag Er bara ein máti at vera rættur maður Og um so er, kanst tú so vera ein skeivur maður Er maskuliniteturin í broyting Og klára vit øll at fylgja við Í kvøld klokkan 19.30 lata Javnstøðunevndin, Fólkaheilsuráðið og Sinnisbati dyrnar upp í Perluni í Havn og bjóða til eitt framburðarhugað kjak um mannin og maskulinitet anno 2019. Danin Christian V. Mogensen og íslendingurin Pálmar Ragnarsson eru gestarøðarar, og haraftrat er ein góður kokkteylur av føroyskum monnum bodnir við til sofaprát. Men summi hava ein brennandi áhuga fyri jólum. Ein av teimum er Ragna Mikkelsen. Hon elskar jólini, og hevur í nógv ár savnað nissur og annað jólaprýði. Hvørt ár mitt í november verður heimið hjá Ragnu vaskað og ruddað, so pláss verður fyri fleiri hundrað nissum og øðrum vøkrum jólapyði. Tá alt er komið uppá pláss, eru húsini umskapað til ein annan heim. Eg havi altíð elskað jólini hesa myrku, fjálgu og hugnaligu tíðina, tá ljósini verða tendrað og jólaprýðið funnið framm. Tá fer alt niður í ferð, og fólk geva sær stundir at hugna sær , sigur Ragna. Hon heldur, at eldhugin fyri jólum stavar frá barndómsheimi hennara, og áhugin er bara vaksin, so hvørt sum hon fekk børn og ommubørn. 20 undi hvør føroyingur er berari av einari ólekjandi sjúku, sum hevur fingið heitið Føroyska sjúkan. Hon finst eisini aðrastaðni, men ongastaðni so nógv sum her, tí vit eru so fá og so nær skild. Síðani 1977 eru 16 børn fødd við hesi sjúkuni. Eru bæði foreldrini berarar, fær fjórða hvørt barnið sjúkuna. Eitt barn verður føtt við sjúkuni annað ella triðja hvørt ár. Árliga rakstrarjáttanin hjá Listasavninum í Viðarlundini í Havn er 2,3 milliónir krónur. Tað røkkur til tvey fulltíðarstørv stjóran og ein listakønan. Listasavnið hevur eisini havt ein bókhaldara í niðursettari tíð, men peningur hevur ikki verið til bókhald seinastu tíðina, tí savnið hevur verið noytt at raðfesta annað meira átroðkandi. Sambært stjóranum og nevndarformanninum, sum standa undir áheitanini til Fíggjarnevndina, er tørvur á 6,6 milliónum krónum árliga til rakstur. Tørvur er eisini á, at Landsverk yvirtekur viðlíkhaldið av bygningunum, sum í dag etur ein stóran part av rakstrarjáttanini, tí bygningarnir eru í ringum standi. Peningurin, sum biðið verður um, skal brúkast til at seta fólk at skipa eina skúlatænastu, ein bókhaldara, eitt móttøkufólk, ein savnsvørð og til at gera eina nýggja ljóðskipan, sum í so fall verður eitt tilboð til tey vitjandi á savninum. Stjórin og listakøna starvsfólkið taka sær av øllum uppgávum í dag. Tað vil siga, tey vaska vesir, lata upp og steingja, selja atgongumerki, reka søluna av kaffi og listaverkum og alt annað, sum hoyrir seg til at reka ein stovn, stendur skrivað í áheitanini til Fíggjarnevndina. Landsstýrið hevur deadline fríggjadagin at gera politisku raðfestingarnar í fíggjarlógini fyri 2020, og situr í dag á fundi um júst hetta. Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, sigur í stuttari viðmerking, at tað hevur hægstu raðfesting at finna peningin til at skifta takið í Listasavninum. Restina hyggja vit uppá, sigur Jenis av Rana, uttan at lova ov nógv. Hon byrjaði sum ein solidariskur tanki at bjarga jødunum í Danmark men tá seksuel orientering kom upp í leikin, so bleiv rok í Føroyum. Bjørn á Heygum er verji hjá manninum, sum hevur fingið ivasama heiðurin at vera fyrsti føroyingur, ið er ákærdur fyri brot á 266 b í revsilógini. Verjin er ivaleysur. 266 b er í stríð við grunlógartryggjaða talufrælsið og áttið at verið strikað burtur úr lógini. Títt frælsi skal ikki vera ófrælsi hjá einum øðrum, sigur Sonja Jógvansdóttir, stjórnmálafrøðingur og virkin í LGBT rørsluni, sum vil varðveita 266 b. Hvat eyðkennir ein stórsamlara Ein ídnan whisky fjeppara Eina kvinnu, sum elskar motorsúkklur Ein savnara við 50 ljómborðum Ein modellbátasmið, sum smíðar hvønn tann einasta smálut sjálvur Eina kvinnu við 40.000 myndum við fullfíggjaðum upplýsingum á hvørjari tí einastu mynd Ein mann við heimabygdum flogfari og tyrlu í kjallaranum Og eina kvinnu, sum er jólaligari enn tær flestu Meðan risastóra og gølurakta reiðaríið Samherji hevur dubbað seg við altjóða advokatfyritøku, mugu íslendsku myndugleikarnir leita í goymslum eftir fígging til at kanna, hvussu djúpt skuldsetingarnar um mutur og skattasvik røkka. Ísland er sett á gráalista á altjóða hvítvaskingarlista, og íslendingar eru aftur úti og mótmæla framman fyri Altinginum. Føroya mest umrødda lógargrein, 266B um vernd av minnilutum, stendur sína fyrstu roynd í Føroyarætti í hesum døgum. Er hon neyðug og góð fyri fólkaræðið, ella er lógargreinin sensurur og skaðilig fyri fólkaræðið Og so herðir ríkisløgreglan trygdarkrøvini til politistar í ríkinum. Nú skulu ikki bara teir, men eisini familjan og øll onnur, sum búgva undir sama taki, trygdargóðkennast av PET. Nokta tey, so kunnu politistar verða sagdir úr starvi. Eisini her í Føroyum. Luttakarar Jóhann Hlíðar Harðarson, redaktørur í RÚV, Sonja Jógvansdóttir, stjórnmálafrøðingur, Bjørn á Heygum, advokatur og Absalon Áargarð, formaður í Føroya Politistafelag Rætting Vit søgdu í fyrsta innslagnum, at Tórstein Már Baldvinsson vitjaði í Føroyum í 1999. Hetta er ikki rætt. Útvarpið gjørdi samrøðuna við Tórstein Már Baldvinsson í Íslandi í 1999. Rætting Vit søgdu í næsta innslagnum, at danskir dómar í 266b málum kunnu teljast á einari hond. Tað er ikki rætt. Dómarnir liggja millum 10 og 20 árliga. Alex fekk ikki próvtølini, sum kravdust fyri, at hann kundi halda fram saman við Malou á universitetinum, so dreymurin um at kunna halda fram við lesnaðinum saman, gekk ikki sum ætlað. Opna parlagið gongur sína gongd. Nógv verður gjørt burtur úr døgurðanum, tá 380 milliónir amerikanarar og tveir brøður halda Thanksgiving. Kalkun og átta níggju ymisk sløg av tilhoyri eru karmur um eitt av teimum heilt stóru kvøldunum í amerikanska køkinum. Happy Thanksgiving Fyrsta sunnudag í advent eru vit í lesund í Noregi saman við programmleiðarunum Jannicke Farstad og Reidar Kjæstad. Tey hava boðið gestum og listafólkum at práta um siðbundin og ikki siðbundin jól. Hoyr sendingina her Luttakarar, Jan Fossaberg, Sigtór T. L Lützen, Thorvald L Lützen, Hanna Flóvinsdóttir, Hildur H. Dam, Lív Patursson, Christian V. Mogensen og Gretchen Rasmussen Eitt nú segði Kristianna, at hetta var ein sera áhugaverdur og rørandi túrur, har hon fekk kunning um hjálpararbeiðið hjá Reyða krossi í økinum og slapp at práta við sjálvboðin og neyðstødd. Ein av teimum var Rúni Nielsen, sum samlar upp á gott whisky. Har onkur annar brúkar nógva orku upp á til dømis fótbólt, so nørdast Rúni uppi yvir teimum gulu dropunum. Sendingin varpar ljós á størsta reiðarí í Íslandi, Samherja, og illgrunasama virksemi teirra í Namibia. Seinastu árini hevur Samherji goldið meir enn eina milliard íslendskar krónur til fólk í valdsmiklum størvum í Namibia fyri at útvega sær fiskikvotur. Samherji hevur havt stóran vinning av virksemi sínum í Namibia og harafturat brúkt skattaskjól við tí fyri eyga at flyta vinningin úr landinum. Sendingin byggir á upplýsingar, sum hava likið út til WikiLeaks, og sum Kveikur hevur kannað saman við Al Jazeera Investigative Unit og Stundin. Talan er um fleiri túsund skjøl og teldupostsamskifti við fólk hjá Samherja. Ein teirra, Johannes Stefansson, hevur gjørt av at siga alt. Hann arbeiddi fyri Samherja í Namibia til 2016. Sendingin hevur vakt ans í miðlunum, og seinni vórðu tveir ráðharrar í Namibia noyddir at fara úr starvi. Páll Danielsen fer at greiða frá, hvar verður til børnini at síggja og hoyra í KVF. Vit hoyra um barnaútvarpskalendarin Konan, ið varð lítil sum ein teskeið. Um sjónvarpskalendarin Vitin, sum var framleiddur í 2006. Og um spildurnýggja jólakalendarin Storm á Lognarveg. Søgurnar í savninum venda sær til ung og vaksin og søgurnar fevna víða í innihaldi, frá tí spennandi til tað óhugnaliga. Flestu teirra viðgera lívið á sosialu miðlunum í Føroyum í dag, og tað er tilvitað, tí Sámal hevur lagt seg eftir at viðgerða evnir í samtíðini sum eru aktuel her og nú . Um Sámal Soll kann sigast, at hann hevur skrivað fleiri stuttsøgur, sum hava staðið í ymsum ritum, millum annað Vencil, og harumframt hevur hann skrivað og týtt nógv til børn. millum annað fyri Bókadeild Føroya Lærarafelags. Sámal er cang.mag. í enskum máli og bókmentum og hevur lisið hjánám í føroyskum á Setrinum. Hann undirvísur í dag í enskum og føroyskum á Glasi. Lurtið eftir samrøðuni við Sámal, har hann millum annað greiðir frá um søgurnar, og um hví hann hevur lagt seg seftir at tær skulu verða aktuellar og lýsa evnir í samtíðini. Eldhugi var evnið í Nón týsdagin. Fólk greiddu frá ymsum, sum tey hava ein brennandi áhuga fyri. Hjá Berit eru tað motorsúkklurnar. Dyrets Ø er heitið á krimiskaldsøgu, sum danin Torben Svendsen hevur skrivað, og sum fer fram í Havn og úti í Fugloy. Vit hitta høvundin. Vit hitta eisini Sámal Soll, sum herfyri lat úr hondum stuttsøgusavnið Virus . Eisini fáa vit orðið á Edward Fuglø, nú G Festivalurin fær nýggjan samleika. Tað lekur á Listasavninum og fyrst í seinra tímanum skifta vit orð við Niels Christian Nolsøe, ið er formaður í stýrinum fyri savnið. Eisini vitja vit Mikalinu Norðberg, og tað verður í táttinum Mítt listarverk, eins og vit eisini frætta um hvat hendir á føroyska Mentanarpallinum komandi vikuna. Tú kanst hoyra sendingina her Í dag hevur G Festivalurin almannakunngjørt sín nýggja samleika, sum tekrur støði í klassiska G inum og serligu G mentanini, sum vit kenna so væl. Og talan er um eina fjøltáttaða installatión, sum nú kann síggjast á Facebookvanganum hjá G Festivalinum, og sum eisini verður sýnd fram í Ráðhúsinum í Eysturkommunu í næstum. Vit hava hitt listarmannin Edward Fuglø, sum hevur gjørt nýggja samleikan. Tú kanst hoyra samrøðuna við Edward Fuglø her Í Noregi hevur Økokrim fingið úr at gera av mutursgøluni í Samherja, men í Føroyum megnar Vørn, sum hevur eftirlitsskyldu við útlendskum kapitali í fiskivinnuni, sjáldan meira enn bara at hyggja í almennu reiðarapappírini. 2. desember avgerð dómarin, um tú skalt sleppa at kuta eitt listaverk sundur og selja pettini sum nýggja vøru. Vit fáa løgfrøðiliga meting og greina upphavsrættin. Luttakarar Torkil Rasmussen, løgfrøðingur við sergrein í upphavsrætti, Jan Klein Olsen, løgfrøðingur á Vørn og Katrin Dam á Neystabø, aðalskrivari í Amnesty Føroyum Forsetin í USA, Donald Trump, skrivaði í gjár undir eina lóg, ið stuðlar mótmælisfólkunum í Hongkong. Hetta hendir hóast hvøss mótmæli frá Kina, skriva tíðindastovurnar hjá Reuters og Ritzau. Undirskriftin hjá Donald Trump kemur eftir at lógarteksturin, ið skal tryggja Hongkong sjálvstýri og trygd, er góðkendur í Umboðsmannatinginum og Senatinum. Í lógartekstinum stendur millum annað, at USA í minsta lagi eina ferð um árið skal hava eftirlit við, at Hongkong hevur nóg mikið av sjálvstýri til, at USA vil gera handilsavtalur við lokalu stjórnina. Lógin kemur miðskeiðis í eini krepputíð í Hongkong, har ógvislig mótmæli hava elvt til ruðuleika í fleiri mánaðir. Donald Trump skrivaði eisini undir eina aðra lóg í gjár. Tann lógin bannar útflutningi av lóðri og útgerð, ið hevur til endamáls at halda skil á mannamúgvum til Hongkong. Tað vil millum annað siga táragassi, pipar spray, gummikúlum og streympistólum. Donald Trump roynir í løtuni at gera eina handilsavtalu við Kina. Ein avtala, hann hevur sett ovast á dagsskránna undan forsetavalinum, sum verður í USA í næsta ár. Seinnapartin í gjár varð spakin settur í útstykkingina suður frá Hórheiðum á Skála, har tey nýggju grundstykkini verða stykkjað út, skrivar Runavíkar kommujna. Hetta er fyrsta útstykkingin á Skála í útivið 15 ár, síðani kommunan 1. januar í 2005 legði saman við Runavíkar kommunu. Kommunan miðar eftir, at grundstykkini verða klár í november næsta ár. Fólk í Vágum vóru í fjør í miðal 3,8 ferðir hjá sínum kommunulækna í fjør, og fólk í Norðstreymoy vóru í miðal hjá kommunulæknana 3,3 ferðir. Hinvegin, so vóru fólk í Suðurstreymoy í miðal 2,8 ferðir hjá kommunulækna í fjør. Samlaða talið av viðtalum í kommunulæknaskipanini var umleið 160.000 í 2018. Øki Viðtalur hvørt fólk 2018 Sandoy 4,6 Vágar 3,8 Norðstreymoy 3,3 Suðuroy 3,1 Norðoyggjar 2,9 Eysturoy 2,9 Suðurstreymoy 2,8 Lurtari hevur sent spurning inn, har viðkomandi undrast yvir, at orðini, omanfyri og niðanfyri til dømis húsini, verða brúkt øvugt og lurtarin spyr, hví so man vera Elin Henriksen greiðir frá, hví so er, og hvussu tað eigur at vera. Til hesa frágreiðing er mynd gjørd, sum skal lætta um hjá lurtarunum, meðan hon greiðir frá. Einfaldasti mátin at læra seg, hvat er hvat, er at minnast til, at omanfyri merkir uppiyvir, og niðanfyri er niðriundir, sigur Elin Henriksen, málkøn, sum tó staðiliga mælir til at brúka orðini, omanfyri og niðanfyri, so hesi ikki detta úr málinum. Í 2013 samtykti ein meiriluti í Málráðnum, hvørjir stavir skulu vera partur av føroyska stavraðnum, og hvørjir ikki eru partur av føroyska stavraðnum. Hetta málið fyllir framvegis nógv í kjakinum um mál og stavseting, og í sendingini umrøður Elin Henriksen stavraðið og møguligar orsøkir til, hví hetta málið er so eymt og framvegis fyllir nógv hjá nógvum. Men ES tingið vildi ikki góðkenna valevnini, sum Frakland, Ungarn og Rumenia upprunaliga skutu upp, og tí noyddust øll trý londini at skjóta onnur valevni upp. Tað hevði við sær, at tilgongdin, at manna ES nevndina, varð seinkað ein mánað. Tað hevur ørkymlað ES skipanina, tí bara nevndin kann leggja uppskot fram. Nýggja forkvinnan í ES nevndini, Ursula von der Leyen, sigur, at grøna orkuskiftið stendur ovast á breddanum hjá nýggju ES nevndini. Hon hevur boðað frá einari veðurlagsætlan, ið skal kunngerast í seinasta lagi um 100 dagar. Talgilda menningin stendur eisini ovarlaga á skránni. Margrethe Vestager, sum verður nýggj næstforkvinna í ES nevndini, skal eisini standa á odda fyri at menna talgildingina í ES. Flogfarið, sum Sigurd Petersen hevur bygt, er til tveir persónar, meðan gyrokoptarin, sum hevur verið á flogið á Kambsddali, er til ein persón sum situr úti. Tað var gjáramorgunin klokkan sjey okkara tíð, at eldur kyknaði í verksmiðjuni, sum reinsar ráolju, eftir eina spreinging, sum var. Trý fólk komu til skaða undir fyrstu spreingingini. Síðani tá hevur eisini ein størri spreinging verið ímeðan sløkkiliðsfólk royndu at basa eldinum á verksmiðjuni. Myndugleikarnir fluttu í fyrsta umfari fólk, sum búgva nærri enn 800 metrar frá verksmiðjuni, burtur. Trygdarfrástøðan er síðani víðkað til seks kilometrar. Um trygdarfrástøðan verður víðkað, fer hon eisini at fevna um stórbýin Beaumont, har fleiri enn 100.000 fólk búgva. Hetta er fjórðu ferð í ár, at eldur er í einari verksmiðju í Texas, sum reinsar ráolju. Torben Svendsen, ið er føddur í 1967 og dani, hevur ferðast nógv í Føroyum. Og hann sær nógvar møguleikar við Føroyum sum staðseting fyri spennandi søgum. Torben Svendsen gav fyrstu bókina út í 2007 og tað var ferðadagbókin Backpacking for begyndere. Í 2012 lat hann úr hondum spenningsskaldsøguna Besøgelsestid, hvørs høvuðspersónur er harði hermaðurin Jon Larsen. Og í 2015 gav Torben Svendsen út Vanviddets pris, ið er fyrsta krimiskaldsøgan við Alf Marcussen og Marcel Laurent sum høvuðspersónum. Støðið í Vanviddets pris er ekstremisma og hatur. Tú kanst hoyra samrøðuna her Vørn megnar ikki at hava neyvt eftirlit við útlendskum ræðisrætti í fiskivinnuni. Eftirlitið kann ikki byrgja upp fyri møguleikanum hjá útlendskum feleløgum at súgva pening burtur úr føroysku fiskivinnuni Brúkarar kunnu tó framvegis fylgja við í, hvussu nógvar reaktiónir teirra egnu uppsløg fáa. Jákup Justinussen vitjaði morgunsendingina og greiddi frá broytingini. Eysturoyingar og norðoyingar kunnu vænta ferðslutøppar, tá Eysturoyartunnilin kemur. Ferðslan inn til Havnar økist við eini helvt, vísa framrokningar hjá Landsverki, og tað fer at elva til trýst á rundkoyringina á Hvítanesi. Mikkel Frandsen ersivil verkfrøðingur hjá Landsverki. Sverri Sandberg Nielsen er í uppskoti sum ársins ítróttarfólk í Danmark í 2019. Dansk idrætsforening velur á hvørjum ári 15 íðkarar í ymiskum ítróttargreinum, sum á ein ella annnan hátt hava gjørt um seg í farna árinum. Og í ár er føroyski rógvarin millum tey 15. Sverri Sandberg Nielsen vann fyrr í ár silvurmerki í HM kappingini í einmansróðri í Eusturríki. Hann var bert tríggjar 100 partar frá gullinum. Sverri Sandberg Nielsen vann sær samstundis luttøku á Olympisku leikunum komandi summar í Tokyo. Tað er Team Danmark og Dansk idrætsforening, sum skipað fyri kappingini. Ársins ítróttarnavn verður avdúkað 4. januar. Páll Danielsen er leikstjóri og greiðir frá. Eva, Fríði, Petur Meinhard, Barbara og Guðrin eru leikarar. Tey siga sína hugsan um Storm á Lognarveg Leygardagin 26. apríl í 1986 hendi størsta kjarnorkuvanlukkan í søguni, tá reaktorur nummar 4 í kjarnorkuverkinum í Tjernobyl í Ukraina sprongdist. Við spreingingini spjaddust sera nógv dálkandi, geislavirkin evni við vindi og regni serliga í Ukraina og til grannalondini, men sum heild til alt Evropa. Samanlagt 336.000 fólk vóru burturflutt aftaná vanlukkuna, og mett verður at fleiri túsund, onkur halda upp ímóti 200.000, fólk eru deyð ella fara at doyggja av krabba, sum fylgja av vanlukkuni. Tónaskaldið Sunleif Rasmussen arbeiðir í løtuni við sínari fyrstu klaverkonsert, og grundarlagið undir henni er kjarnorkuvanlukkan í Tjernobyl. Talan verður um eina serstaka konsert við bæði ljóðið og myndaupptøkum. Síðst í oktober í ár var Sunleif Rasmussen, saman við fotografunum Hans Peturi Hansen og Rúna Friis Kjær og ljóðtøkninginum Finnuri Hansen í Tjernobyl og grannabýnum Pripjat í Ukraina. Har gjørdu teir filmsupptøkur og tóku ljóð upp av millum annað gomlum, brotnum og ófullfíggjaðum klaverum í leivdunum av bygningunum, sum vóru tømdir, aftaná kjarnorkuvanlukkuna. Lurtið eftir samrøðuni við Sunleif Rasmussen, Hans Petur Hansen, Rúna Friis Kjær og Finnur Hansen, har teir greiða frá um serstaka túrin. Leygardagin 26. november í 1988 hendi størsta kjarnorkuvanlukkan í søguni í býnum Tjernobyl í Ukraina. Nú hevur tónaskaldið Sunleif Rasmussen sett sær fyri at gera eina klaverkonsert um vanlukkuna. Vit hitta Sunleif, fotografin Hans Petur Hansen og ljóðtøkningin Finnur Hansen, sum allir eru við í verkætlanini. Føroya fólkaháskúli verður 120 ár tann 29. november 2019. Hvørjar vóru háskúlans undangongukvinnur, Sanna av Skarði og Anna Suffía Rasmussen. Ommudøtur teirra, Turið Sigurðardóttir og Guðrun Gaard, koma á gátt at greiða frá. Tjúgundi og síðsti Vencil er komin út. Vit halda ervi saman við stovnarunum og ritstjórunum, Oddfríði Marna Rasmussen og Arnbjørn Ólavson Dalsgarð. Tríggir jólakalendarar verða sendir í Kringvarpinum í desember. Vit hava tosað við samskiparan Páll Danielsen og nøkur av teimum, sum leggja røddir til. Ferðslan til og úr høvuðsstaðnum er vaksin ógvusliga, og við tunlinum er vandi fyri, at bíðirøðin í háferðslutíðini fer at røkka heilt inn í tunnilin, sigur Landsverk. Luttakarar Mikkel Frandsen, sivilverkfrøðingur á Landsverki, Poula á Líðarenda, deildarleiðari á Taks, Jan Klein Olsen, løgfrøðingur á Vørn, Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, Annfinn Brekkstein, býráðslimur og Annika Olsen, borgarstjóri Í tí talgilda meldrinum, sum menniskjan hevur skapt, er ongin hvíld. Fartelefonir, teldlar og teldur hava kollvelt okkara tilveru og broytt okkara samveru. Uppaling, skúlaskapur og arbeiðslív eru ikki, sum tey vóru, og mong vita ikki, um tey skulu hálova gongdini ella óttast hana. Í sendingini verður ljós varpað á talgildu tøknina sum vin og fígginda. Meðan fleiri ávara ímóti ótálmaðari skíggjanýtslu, halda onnur, at børn og ung mugu búgvast til eina tøkniliga framtíð eisini í fólkaskúlanum. Tórshavnar havn og Betri trygging arbeiða við tveimum møguleikum, men enn er avgerðin ikki tikin, sigur Jónsvein Lamhauge, havnarmeistari. Men tað verður hon væntandi í næstu viku. Ætlanin var annars at taka fyrra partin av nýggju havnini í brúk tann 22. oktober. Men tað varð av ongum, tí 12 av 200 akkersboltum, sum halda atløgubryggjuni, vóru slitnaðir. Nú er óvist, nær havnin verður klár at brúka, men tað verður í fyrsta lagi næsta vár. Alt arbeiðið skuldi verða liðugt hálvan mai næsta ár, men tað verður eisini seinni enn tað. Havnarútbyggingin krevur harafturat meira grót enn hildið varð, tá arbeiðið byrjaði. Í vestara endanum søkkur grótið meira í móruni á botninum, enn roknað varð við. Veljarakanningin vísir, at konservativi stjórnarflokkurin fær 359 av teimum tilsamans 650 sessunum í parlamentinum, og sostatt meiriluta. Størsti andstøðuflokkurin, Labour, fær ein frammaná í kanningini. Hann missir 51 sessir og fær tilsamans 211 sessir í parlamentinum. Hóast konservativi flokkurin stendur til at fáa meiriluta einsamallur í parlamentinum, tekur YouGov fyrivarni í kanningini. Í nógvum valdømum fáa tey konservativu tepran meiriluta, og tað kann ávirka valúrslitið. Um tú vil hava eina mynd av onkrari hending, so er bara at siga til 89 ára gamla Henny Egholm er komin í metbókina fyri at eiga størsta privata myndasavnið í Føroyum. Eftir øll veggjum, hillum og á reolum, standa myndabøkur við myndum frá einum heilum lívi. Hvussu nógvar myndir, talan er um, er óvist, men tað man tátta upp móti 40.000 myndum, heldur hon sjálv. Og skrivað er á hvørja ta einastu mynd, hvar og nær, hon er tikin, og hvør er á myndini. Myndirnar eru av fólkum, vinum, vinkonum, skúlum, ferðum og annars hendingum. Vit vóru á gátt hjá Henny og Børga. Í hóskvøldsdokumentarinum Tann valdsmikla tøknin verður millum annað varpað ljós á, hvussu skíggjanýtsla bjóðar føroyskum máli og mentan av. Ongin yvirskipað námsætlan er fyri skíggjar og kunningartøkni í fólkaskúlanum, men Stranda skúli og Skúlin á Fløtum eru av sínum eintingum farnir at brúka skíggjar sum ein virknan part av frálæruni. Skaldskapartíðarritið Vencil hevur fevnt um stytri skaldskap, bundnan og óbundan, og hevur annars umrøtt nýggjari skaldskap í Føroyum. Ljóðbókatænastan hjá Landsbókasavninum hevur givið út heilar 53 ljóðbøkur í 2018 og 2019. Tað er ein gleðilig gongd, men tørvur er á eini størri játtan, um Ljóðabókatænastan skal fylgja við tíðini. Tað sigur Elin Brimheim Heinesen, fyristøðukvinna á Ljóðbókatænastuni. Í løtuni verða ljóðbøkurnar givnar út á fløgu, men nógvar áheitanir eru um at fáa ein portal á netinum til føroyskar ljóðbøkur. Valerie skal endiliga til samrøðu á Sexologiskari klinikk, og skjótt eru stórar broytingar á veg. Natalia vil í læru sum tatovørur í kvinnufelagsskapinum Sort Blæk og er biðin at koma til samtalu. Lesarabrøv hava í nógv ár verið leiðin hjá vanliga føroyinginum upp í almenna kjakið. Men í dag eru lesarabrøvini fækkað og ofta blivin til hvassar og persónligar viðmerkingar á Facebook. Umboðsmaðurin mátti til, fyrr enn løgmansskrivstovan lat eitt skjal frá sær um ógegni á løgmansskrivstovuni. Gestur Brynhild Thomsen, journalistur Vit hoyra fyrsta part av jólakalendaranum Konan, ið varð lítil sum ein teskeið . Sara Kadefors og Alf Prøysen eiga handritið. Hetta er ein jólakalendari, sum vit hava fingið úr Svøríki. Søgan var fyrru ferð at hoyra í 2012 Vit hoyra 2. part av jólakalendarasøguni Konan, ið varð lítil sum ein teskeið. Alf Prøysen og Sara Kadefors eiga handritið. Erla Zachariasen Karin Djurhuus og Guðrið Rubeksen týddi til føroyskt. Páll Daneilsen er leikstjóri og Finnur Hansen ger ljóðmyndina. t t t t t t t Fýra bilførarar hittast. Teimum dámar øgiliga væl bilar, og teir og bilarnir skulu verða við í hørðum kappingum. Einans vinnarin fer víðari til finalurnar. Programmleiðarar Molly Pettit og Torfinn Borkhus. Vit hoyra 3. part av jólakalendarasøguni Konan, ið varð lítil sum ein teskeið. Alf Prøysen og Sara Kadefors eiga handritið. Erla Zachariasen Karin Djurhuus og Guðrið Rubeksen týddi til føroyskt. Páll Daneilsen er leikstjóri og Finnur Hansen ger ljóðmyndina. Vit hoyra fyrsta part av jólakalendaranum Konan, ið varð lítil sum ein teskeið . Sara Kadefors og Alf Prøysen eiga handritið. Hetta er ein jólakalendari, sum vit hava fingið úr Svøríki. Søgan var fyrru ferð at hoyra í 2012 Vit hoyra 5. part av jólakalendaranum Konan, ið varð lítil sum ein teskeið . Sara Kadefors og Alf Prøysen eiga handritið. Hetta er ein jólakalendari, sum vit hava fingið úr Svøríki. Søgan var fyrru ferð at hoyra í 2012 Vit hoyra 6. part av jólakalendaranum Konan, ið varð lítil sum ein teskeið . Sara Kadefors og Alf Prøysen eiga handritið. Hetta er ein jólakalendari, sum vit hava fingið úr Svøríki. Søgan var fyrru ferð at hoyra í 2012 TAKS er myndugleikin, sum skal tryggja, at tann rætti skatturin verður goldin í Føroyum og, at sokallað transfer pricing ikki kemur fyri. Transfer pricing er til dømis, at felagið í føroyum selur vørur til útlendskan minniluta fyri undirprís, soleiðis, at hesin á hendan hátt fær sogið pening úr felagnum og harvið føroysku fiskivinnuni. VØRN er myndugleikin, ið skal tryggja, at ræðisrætturin í einum felag í føroysku fiskivinnuni veruliga er á føroyskum hondum. Also, at ein útlendskur minnilutaeigari ikki í veruleikanum hevur størri vald enn ein minnilutaeigari eigur at hava. Tó siga báðir myndugleikar, at teir ikki hava røttu amboðini og neyðugu arbeiðsorkuna at tryggja, at tað ikki ber til hjá útlendskum minnilutaeigarum í føroysku fiskivinnuni at drena pening úr okkara tilfeingisvinnu. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, og Høgni Hoydal, fyrrverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum, eru í útvarpsstovuni og kjakast um, hvørt teir kenna seg tryggar við eftirlitið og hvussu forðast kann fyri, at útlendsk feløg gera sær dælt av tilfeingisbúskapinum í Føroyum. Hjá húsarhaldum hækkar streymrokningin 30 krónur um mánaðin, ella 375 krónur um árið, tá mvg er íroknað. Framrokningar vísa, at neyðugt verður helst eisini at prísin fimm oyru aftrat hjá øllum kundum í 2021. Elprísurin lækkaði fimm oyru fyri kilowatttíman í 2017 og 2018, men í ár hækkaði prísurin 10 oyru, og er nú á sama stigi sum í 2014. Vit eru um at koma upp á tindin, men tað seinasta strekkið er neyðugt við nøkrum oljuútreiðslum og íløgum í elveitingina, millum annað pumpuskipan og koplingarstøðir, sigur John Zachariassen, nevndarformaður í SEV. Hann sigur, at vit nærkast einum tíðarskeiði, har grønar útbyggingar fara at síggjast aftur í fíggjarætlanini. Oljuútreiðslurnar fara at minka nógv, so hvørt útbyggingarnar verða framdar, sigur John Zachariassen. Black Friday hevur vundið uppá seg tey seinastu árini, men nú er eitt annað rák eisini komið uppí leikin. Summir handlar velja at boykotta Black Friday. Eitt nú hevur danski handilin Mads Nørgaard stongt vegna vøruteljing í dag, hetta fyri at gera vart við ovurnýtslu og manglandi endurnýtslu. Ikea í Danmark lýsir eisini við hvar ein kann finna endurnýttar Ikea møblar, heldur enn at lýsa við góðum tilboðum. Og so er tað Tórshavnar Kommuna. Í gjár løgdu tey eina áminning út á heimasíðu teirra og á Facebook vangan, har tey eggja til at endurnýta, keypa góðsku og keypa við skili. Ein annar handil, ið ikki tekur undir við Black Friday, er Brell. Hoyr Ingerð Jønsson greiða frá hví Black Friday ikki er nakað, sum tey hjá Brell vilja stuðla. Hoyr sendingina her Luttakarar, Uffe Bærentsen, Oddfríðir Marni Rasmussen, Elin Brimheim Heinesen, Jón Brian Hvidtfeldt og Ingerð Jønsson Vit Hoyra Jalgrímskvæði, Sumbingar dansa og kvøða, Gunnar Poulsen skipar Guðbrandskvæði, Tøkum Lætt og Dansifelag Kaggans, Helga Hermansen skipar Virgarskvæði, Sumbingar, Eli Poulsen og Bjarni Vestergaard skipa Jákup Sibbi, Tøkum Lætt og Dansifelag, Magnus Magnussen skipar Brúsajøkil, Dansiferlagið í Havn, Martin Tórgarð skipar Guttormsvísu Der hersked er konge i Østerdal , Sumbingar dansa og kvøða, Bjarni Vestergaard skipar. Annars eru samráðingar um fiskiveiðurættindi í desember. Tær eru allar í Føroyum. Tær fyrstu verða 5. og 6. desember. Tær verða við Russland. 9. og 10.desember verða samráðingar við ES og 17. og 18.desember við Noreg. Fiskimálaráðið skal eisini áseta føroysku kvoturnar av norðhavssild og svartkjafti í 2020. Tað hendir ikki, so leingi sum fregnartænastan hjá donsku verjuni ikki kemur við nakrari ávaring, sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður. Málið varð umrøtt, tá danski uttanríkisráðharrin, Jeppe Kofod, var á vitjan í vikuni, og enn einaferð heitir amerikanska sendikvinnan í Danmark á føroyingar, um ikki at samstarva við kinesisku fyritøkuna. Derhard Jógvansson er prestur í Vesturkirkjuni í Havn. Í gomlum døgum t.v.s. í 90 unum spældi hann gittara í grunge rokkbólkinum Visible Fish. Teir luttóku millum annað í Prix Føroyum. Men Visible Fish fóru hvør til sítt í tí harrans ári 2000, tá Derhard fór til Danmarkar at lesa guðfrøði. Tíðin var búgvin til tess, heldur Derhard, sum leggur afturat, at tíðin sum rokktónleikari var gevandi upp á nógvar mátar. Tónleikaligu dygdirnar hevur hann tó enn, og tey, sum fara í Guðstænastu sunnudagin í Vesturkirkjuni kunnu uppliva Derhard spæla gittara undir, meðan børnini syngja. Spurdur um, hvat hann hugsar um sína egnu ímynd sum prestur, svarar Derhard, at tað helst vilja vera summi, sum halda tað vera løgið, at prestur stendur við gittara um hálsin. Men hinvegin eru tað aftur tey, sum halda tað bara vera stuttligt, sigur Derhard, sum heldur tað vera týdningarmikið, at kirkjan dugir at fylgja við tíðini. Vikuskiftissendingin var á kirkjugátt til eitt prát við prest Tað sigur Anni Midjord, sum er dagligur leiðari í Roykstovuni í Klaksvík. Hon greiðir frá, hvussu Roykstovan byrjaði sítt virksemi í 1974. Øll árini hevur tað verið hugsanin, at Roykstovan skuldi vera eitt savningarstað fyri øll fólk, og soleiðis kom hon ongantíð at gerast til ein ølklubba. Anni greiðir frá, at tey høvdu veikt øl í kranunum í fyrstani, men at tað ikki var frítt fyri, at eldri menn sníktu ein sterkan dropa ella báðar tveir við sær inn. Tá ið rúsdrekkalógin varð liberaliserað í 1992, søkti Roykstovan um skeinkiloyvi. Men tað var stór mótstøða ímóti tí í Klaksvík, greiðir Anni frá. Tað var ikki fyrr enn árið eftir, í 1993, at Roykstovan, eftir at hava roynt fleiri ferðir, endiliga fekk sítt skeinkiloyvi. Fólk dugdu ikki rættiliga við tí, sigur Anni, tað mátti haldast eyga við fólki, soleiðis at tey ikki fingu alt ov nógv innanborðs. Men í dag virkar Roykstovan sum partur av náttarlívinum í Klaksvík. Tað eru trý støð, sum kappast um somu kundar, Jaqson, Maverick og so Roykstovan. Vit hava live tónleik hvørt leygarkvøld, sigur Anni, og tað er ydningarmikið, at navnið er kent, tí tað fær fólk til at koma í Roykstovuna. Hetta vikuskiftið fara Ingi Poulsen og Danny Baldursson at spæla og syngja í Roykstovuni. Vikuskiftissendingin hitti Anni Midjord til eitt prát. Hoyr innslagið her Eitt útkast til eina avtalu við tveir namibiskar menn øðrumegin, og Thor og eitt peruvianskt reiðaríð hinumegin, snýr seg um 30.000 tons av rossamakreli. Avtalan er fyri 2012. Ein av namibisku monnunum, sum eru nevndir í hesari avtaluni, er sambært Namib Times skuldsettur fyri 76 mál um falsan, í sambandi við húsasølu í Namibia. Skjalið vísir so eisini, hvussu stórar upphæddir eru í keyp og sølu av tilfeingi. Góðar 36 milliónir hevur Thor bjóðað namibiska reiðaríðnum fyri 30.000 tons av rossamakreli, við 330.000 krónum í byrjunargjaldi fyri kvoturnar. Hans Andrias Kelduberg, reiðari á Thor, sigur í stuttari viðmerking, at reiðaríið bjóðaði upp á kvotur í Namibia í 2012, men avtalan fór ikki í gjøgnum. Ein av orsøkunum til tað var, at tað ikki vóru reiðilig fólk, sum áttu kvoturnar í Namibia. Hetta er seinna skjalið í WikiLeaks skjølunum, sum reisa nakrar spurningar í Føroyum. Tað fyrra snúði seg um føroyska Framherja, og valdsbýtið í tí reiðarínum. Tí eitt útkast til eitt skjal frá Samherja til feløg hjá reiðarínum har Framherji eisini er nevnt reisir, sambært løgfrøðinginum Brandi Ellingsgaard, nakrar spurningar um íslendska felagið hevur vetorætt í føroyska felagnum. Tað er ikki loyvt, tí í lógini um sjófeingi stendur, at útlendski ognarskapurin í føroyskum reiðaríi kann vera í mesta lagi ein triðingur av felagnum, og skal útlendski minnilutaeigarin hava tilsvarandi vald í felagnum. Eftir mutusgøluna um íslendska Samherja hava myndugleikar í Grønlandi, Íslandi, Norra og Namibia tosað um at seta kanningar í verk av, hvussu fiskivinnan verður skipað í hesum londunum. Men í Føroyum er eingin áhugi í at kanna viðurskiftini. Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri, segði í Degi og viku herfyri, at eingin kanning er á veg. Men spyrt tú tey, sum dagliga sita við hesum eftirlitinum av fiskivinnuni millum annað løgfrøðingin Jan Klein Olsen á Vørn , so er eftirlitið ikki nóg gott í dag. Filmsframleiðarin og tvífaldi Oscar vinnarin, Simon Chinn, er mest kendur fyri at framleiða dokumentarfilmarnar Searching for Sugerman , Man on a Wire og My Scientology Movie . Søgurnar í hesum filmunum er ofta ótrúligar, og søgugongdin eitt sindur øðrvísi samansett. Tann sami leisturin er at finna í nýggjasta dokumentarinum hjá Simon Chinn, Tell Me Who I Am , ið ungi filmsmakarin Ed Perkins hevur leikstjórnað. Desperate Housewifes við ríkum fólkum, vildi onkur kalla tað, men fyri bæði ummælarar og fjøldina hevur amerikanska drama sendirøðin Big Little Lies hevur verið væleydnað, síðani fyrsta sesong kom út í 2017. Tað er kendi sjónvarpsframleiðarin, David E. Kelly, sum stendur aftanfyri sendirøðina og leiklutalistin eru stjørnusettur við leikarum sum Reese Witherspoon, Nicole Kidman, Shailene Woodley, Laura Dern, Zoe Kravitz og sjálvasta Meryl Streep. Martin Scorsese nýtist ikki nakra stórvegis presentatión. Maðurin er ein risi innan filmssøgu, og nýggjasti filmur hansara, The Irishman, gongur enn einaferð fyri seg í gangstara heiminum. The Irishman , sum stroymingtænastan Netflix hevur framleitt, er ein tillaging av bókini I Heard You Paint Houses eftir Charles Brandt, sum sigst at verða hendingaríka og harðliga lívssøgan hjá mafia leigudrápsmanninum, Frank Sheeran. Í Hyggjuráðnum hesaferð fara vit ein túr inn í heimildarheimin við rørandi og máttmikla bretska dokumentarfilminum Tell Me Who I Am . Síðani skulu vit sígga eitt rað av glitrandi filmsstjørnum úr Amerika við millum annað Reese Witherspoon, Nicole Kidman og Meryl Streep frá sendirøðini Big Little Lies og Robert De Niro, Joe Pesci og Al Pacino í nýggja filminum The Irishman eftir Martin Scorsese. Bjørn Jakobsen arbeiðir sum snikkari og eigur ein 2 ára gamlan son. Øðin fyllir so nógv, at torført er hjá honum at liva eitt vanligt sosialt lív. Í fýra sendingum kannar verturin Adam Holm, sum sjálvur hevur temperament, hvat vreiði er. Nær er øði ein positiv drívmegi Og nær er øði eitt óstýriligt skrímsl Greiðar reglur og avtalur mugu vera, tá tey bæði Malou og Alex skulu út við øðrum. Vit fylgja parinum eitt kvøldið, tá Malou skal út við einum øðrum fyrstu ferð, meðan Alex fer yvir til ein vinmann at drekka øl. Malou og Alex liva saman í opnum parlagi. Avtalan sigur, at føroyska toskakvotan í grønlendskum sjógvi verður 175 tons størri enn í ár. Føroysk skip hava loyvi til at fiska 1.500 tons av toski og 475 tons av brosmu í grønlendskum sjógvi. Svartkalvakvotan er tó minkað. Hon verður 225 tons næsta ár. Í ár er hon 325 tons. Vísindaliga tilmælið er, at svartkalvakvotan við Eysturgrønland eigur at minka. Svartkalvakvotan við Vesturgrønland verður tó 100 tons eins og hon er í ár. Føroyar varðveita royndarkvotuna eftir krabba við Eysturgrønland, hon er 500 tons. Grønlendska svartkjaftskvotan í føroyskum sjógvi verður óbroytt, 13.500 tons. Grønland fær harumframt, eins og í ár, loyvi at fiska svartkjaftskvotuna, sum Grønland fær frá NEAF C, í føroyskum sjógvi. Hetta eru 6.290 tons í 2020 góð 100 tons meira enn í 2019. Grønlendsk skip sleppa eisini at fiska 3.200 tons av norðhavssild í føroyskum sjógvi næsta ár, tað sama sum í ár. Í desember verða samráðingar við Russland, ES og Noreg um fiskiveiðurættindi. Tær eru allar í Føroyum. Tær fyrstu verða 5. og 6.desember. Tær verða við Russland. 9. og 10.desember verða samráðingar við ES og 17. og 18. desember við Noreg. Fiskimálaráðið skal eisini áseta føroysku kvoturnar av norðhavssild og svartkjafti í 2020 fyri nýggjár. Bátarnir í bólki 5A hava 764 dagar eftir, og fyrst í næstu viku fer Fiskimálaráðið at kanna, um dagar kunnu flytast haðani til bólk 5B. Tann, sum koyrdi, var bara 16 ár. Tað sjáldsama er, at sami bilur varð steðgaður hóskvøldið. Tá var bilførarin eisini 16 ár, men ein annar enn í nátt. Ein 42 ára gamal maður er í Føroya rætti dømdur níggju mánaða fongsulsrevsing, og hann hevur mist koyrikortið fyri altíð, skrivar ákæruvaldið í Føroyum á sínum Twittervanga. Maðurin hevur fingið dómin eftir at hava hótt og at vera tikin fyri at koyra ávirkaður 13 ferðir og at hava gjørt hetta, meðan hann var royndarleyslatin, skrivar ákæruvaldið á Twitter. Tað er staðfest, at tað er VTEC bakterian, sum hevur gjørt eitt vaksið fólk sjúkt. Men tað er ikki staðfest enn, at eitt barn, sum eisini bleiv sjúkt um somu tíð, bleiv sjúkt av VTEC. Eftir at foreldur, sum hava børn í dagsstovninum í Miðvági, fingu bræv um VTEC, fekk landslæknin fráboðan um 12 børn, sum høvdu eyðkennini. Tá fólk verða smittað við VTEC, fáa tey vanliga leyst lív. Nøkur, okkurt um tíggju prosent, fáa HUS, sum millum annað kann geva nýrasjúku. Heilsufrøðiliga starvsstova hevur á heimasíðuni hjá sær, hfs.fo, góð ráð um, hvussu sleppast kann undan VTEC bakteriuni. Í flestu londum er VTEC ikki óvanlig bakteria, serliga í skarni frá jóturdýrum, til dømis frá neytum, seyði og geitum. Fólk kunnu verða smittað á ymsan hátt, eitt nú av kjøti, sum er dálkað við skarni undir fletting, mjólk, sum ikki er hitaviðgjørd, dálkaðum vatni, ella av beinleiðis sambandi við djór. Teir tríggir, Marner Jacobsen, Fritleif Olsen og Odd Bjellv g, sum fyri tveimum vikum síðani fingu dóm í Føroya rætti fyri handfaringina av gamla Eik banka, sum fór av knóranum í 2010, hava kært dómin til landsrættin. Føroya Rættur fríkendi tann 18. november Bjarna Olsen, fyrrverandi stjóra í Eik, men dømdi hinar tríggjar í leiðsluni í gamla Eik at rinda 150 milliónir í endurgjaldi til Fíggjarligt Støðufesti. Bjarni Olsen hevur ikki kært dómin. Marner Jacobsen, Fritleif Olsen og Odd Bjellv g vórðu í Føroya rætti dømdir í trimum av fýra málum, nemliga Sydporten, Valbjørn Dalsgarð og FDI, sum er eitt mál um átta týskar handilsmiðstøðir. Teir eru tó bara dømdir at rinda endurgjald fyri tvey av teimum trimum málunum Valbjørn Dalsgarð og FDI, tí Føroya rættur metti ikki, at Fíggjarligt Støðufesti hevur verið nóg sannførandi um, hvørt nóg mikið varð gjørt fyri at avmarka tapið hjá bankanum, tá gamli bankin varð avtikin í 2010. Tað snýr seg ítøkiliga um, at man avhendaði Sydporten fyri seks milliónir krónur til danska Eik, men Fíggjarligt Støðufesti seldi seinni málið fyri 186,6 milliónir krónur. Hinvegin eru teir tríggir dømdir at rinda 129 milliónir í endurgjaldi fyri FDI og góðar 27 milliónir fyri Valbjørn Dalsgarð tó í mesta lagi 150 milliónir, tí Fíggjarligt støðufesti hevur stevnt fyri 150 milliónir. Føroya rættur kom fram til, at avgerðin um, at yvirtaka lánið hjá EBH Bank uppá 10 milliónir til átta týskar handilsmiðstøðir, bygdi á ófullfíggjað grundarlag, og at leiðslan einki gjørdi fyri at tryggja eina fullfíggjaða lýsing av málinum. Í málinum um Valbjørn Dalsgarð var Marner Jacobsen dømdur, hóast hann metti seg ógegniðan, tí á pappírinum ikki var við í viðgerðini av málinum. Føroya rættur metti, at hann hevur luttikið aktivt í viðgerini av lánsveiting til Valbjørn Dalsgarð, og at leiðslan eigur at ábyrgdast fyri hækkingina av láninum við 40 milliónum í 2008, tá tað var at seta bankan í óneyðugan váða. Pellararnir hesaferð eru Bjartur Nolsøe og Bjørt Samuelsen, sum bæði hava tvær søgur við sær í útvarpsstovuna, harav onnur er sonn, meðan tey pella í hinari. Og hevur Bjartur sitið uttanfyri stadion í London, tí atgongumerkið til fótbóltsdystin ikki var í ordan, ella hevur hann verið á skaðastovuni tríggjar ferðir innan eitt 18 daga tíðarskeið Einki stendur í reglugerðini um, hvussu berast skal at, tá fólk býta um kommunal grundstykki. Viðhvørt gevur kommunan loyvi og viðhvørt ikki. Samtykt varð á býráðsfundinum at loyva einum umsøkjara at býta sítt grundstykki í Klingurstjørn 2 um við eitt annað grundstykki har, sum annars var tillutað øðrum umsøkjara, sum tó ikki vildi hava stykkið. Hetta ber ikki til, sigur umsitingin. Bergun Kass atkvøddi fyri, tí hon vil hava eina greiða reglugerð um grundstykki. Fólk eiga ikki at kenna seg ótrygg, tí ongar reglur eru, sigur hon. Meirilutin í býráðnum, Fólkaflokkurin og Tjóðveldi, fara at kæra málið til Kommunala eftirlitið, skrivar in.fo. Leigumálið um go cart breytina á Skarðshjalla verður eisini kært. Umsitingin mælti til at selja tey trý stykkini í leigumálinum. Tey kunnu seljast fyri átta milliónir krónur. Leigan er 100 krónur um árið. Sjey trolbátar fiska fyrst og fremst havtasku, men fiskaríið er smáligt. Teir avreiða helst fyrst og miðskeiðis í vikuni, sum kemur. Landsstýrið fer nú at almannakunngera, hvussu nógv tryggingarfeløg skulu gjalda fyri fólkaskaða ella mistan uppihaldara orsakað av ferðsluóhappi. Næsta ár skal tryggingin gjalda upp til 126 milliónir krónur fyri slíkan skaða. Ferðslulógin sigur eisini, hvussu nógv, tryggingarnar skulu gjalda fyri skaða á lutir. Tað endurgjaldið verður upp til 25 milliónir krónur í 2020. Ferðslulógin varð broytt í 2015, og endurgjaldið í kunngerðini skuldi javnast tvey prosent hvørt ár og kunngerast. Tað við kunngerðini hevur landsstýrið tó ikki gjørt fyrr enn nú, eitt uppskot um tølini næsta ár er sent til hoyringar. Gvø ny Miriam Gunnarson er boðin til Kaffiduss. Aftaná luttakað Sashon Bjartsson, Malan Ey unsdóttir og Høgni Heinesen í Kjakaríinum, og síðani pella Bjørt Samuelsen og Bjartur Nolsøe fyri hvørjum øðrum. Lizzo, Billie Eilish, Ariana Grande, Black Pumas, Thom Yorke og Andrew Bird eru millum tey tilnevndu, tá Grammy heiðurslønirnar verða latnar 26. januar. Ikki færri enn 84 heiðurslønir eru, so tað er ógjørligt at spæla alt, men nakað av besta verður spælt. Í sendingini er eisini nógvur góður Leitisstein tónleikur. Knút H. Eysturstein hevur samfelagsliga politiska viðmerking, meðani verturin mest tosar um múrarnar hjá komponistinum, Roger Waters, og bólkinum. Og sigur frá egnari uppliving í fyrrverandi DDR. Samrøðuna við Eysturstein gjørdi Leif Láadal til sendingina Nón tann 12.11.19. Politiið hevði úr at gera í nátt, tí nógv jólaborðhald vóru, og av tí sama vóru nógv fólk í býnum, bæði í Havn og í Klaksvík. Løgreglan mátti í eitt veitsluhald í Klaksvík og eitt í Havn, tí aldurnar gingu ov høgt, so neyðugt var at sissa fólk. Um trýtíðina var ein maður á prutli tikin í Klaksvík, og hann var sjónliga ávirkaður av rúsdrekka. Fyri tað fær hann eina bót, men missir annars ikki koyrikortið til bil. Seinastu tíðina hevur politiið fingið fleiri fráboðanir um, at hýruvognar, sum hoyra heima uttan fyri Tórshavnar kommunu, javnan koma til Havnar at koyra um vikuskiftið. Tað er ikki lovt, tí ein hýruvognskunngerð er galdandi fyri Tórshavnar kommunu, og tann sum ætlar at koyra hýruvogn í Havn, skal hava loyvi frá komununi. Annars er markið fyri hýruvognskoyringina, at bilar úr øðrum plássum kunnu koyra fólk til Havnar, og koyra tey úr aftur Havnini. Tað er ikki brot á lógina. Jenis av Rana, landsstýrismaður sigur, at finna embætisfólk í Føroyum og Íslandi ikki eina semju um Hoyvíkssáttmálan í næstu viku, so fer Jenis av Rana, landsstýrismaður aftur at hitta íslendska ráðharran, Guðlaug ór órðarson, fyri at finna eina loysn, so Hoyvíkssáttmálin verður verandi í gildi. Tá Jenis av Rana tók við sum landsstýrismaður, setti hann sær fyri at finna eina loysn við Ísland, so Hoyvíkssáttmálin kann halda fram. Løgtingið hevur annnars samtykt, at Hoyíkssáttmálin fer úr gildi á nýggjárinum, um íslendingar ikki eru sinnaðir at broyta nøkur viðurskifti. Talan er serliga um sølu av heilivági úr Føroyum til Íslands, sølu av landbúnaðarvørum úr triðjalondum, sum eru virkaðar í Føroyum, og so vilja føroyingar eisini hava, at føroysku skipini kunnu landa lodnuna, tey fáa í íslendskum sjógvi í Føroyum. Tað hevur verið lutvíst galdandi, men ikki tá lodnan hevur rogn, tí tá siga íslendingar seg hava ein góðan marknað í Japan, og tí skal lodnan landast í Íslandi. Jenis av Rana, landsstýrismaður, sigur, at bæði londini ynskja, at Hoyvíkssáttmálin heldur fram, men føroyska kravið er framvegis, at hann verður broyttur, sum føroyingar ynskja. Hann sigur, at framstig eru gjørd, og finna embætisfólkini ikki eina loysn í komandi viku, fer hann aftur at tosa við íslendska ráðharran. Tí ein loysn má finnast fyri jól, so løgtingið kann seta avgerðina um at siga sáttmálan upp úr gildi, áðrenn løgtingið fer í jólafrí. Hendir tað ikki, fer Hoyvíkssáttmálin úr gildi á nýggjárinum, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður. Amerikanska sendikvinnan í Danmark heitir á føroysku telefeløgini um heldur at velja amerikonsk ella evropeisk feløg til 5G netið, fyri at varðveita tamarhaldið á undirstøðukervinum. Carla Sands sigur í grein í Sosialinum, at tað er sama felag, sum stendur aftanfyri tøknina, sum Kina brúkar í Xinjang landspartinum at kúga muslimar, og sum verður brúkt av øðrum einaræðisstýrinum í Iran, Venesuela og Norðurkorea. Sannleikin er, at kinesiski tøkniútflutningurin er beinleiðis vandamikil fyri keyparan. Tá lond bjóða út sítt viðkvæma undirstøðukervi til Huawei, ZTE og onnur kinesisk fløg, so góðtaka tey at arbeiða undir kinesiskum kommunista treytum, sigur amerikanska sendikvinnan Carla Sands í Sosialinum. Tey, sum ikki góðtaka hesi krøv, og sum til dømis stuðla mannarættindakravgongum í Hong Kong, ella blaðstjórar, sum avdúka korruptión og mutur í fólkalýðveldinum Kina, eru veruliga í vanda, og kunnu vænta sær revsing og verða hótt búskaparliga, sigur hon. Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, segði við Kringvarpið fríggjadagin, at landsstýrið fylgir neyvt við gongdini í málinum um Huawei, men at tey halda seg til tilmælini frá fregnartænastuni hjá donsku verjuni, og enn hava tey ikki mett, at Huawei setir Føroyar í vanda. Børn, sum verða uppald hjá mammuni og hava ein pápa, sum tey ongantíð síggja, hava fleiri trupulleikar enn børn, sum hava gott samband við pápan. Tað vísir ein nýggj granskingarverkætlan hjá danska stovninum fyri barnalív. Kanningin leggur seg væl upp eftir svenskum og amerikonskum kanningum um sama evni. Julie Ellesøe Jespersen hevur verið partur av granskingarverkætlanini og hon sigur við dr.dk, at børn hjá støkum uppihaldarum hava fleiri avbjóðingar enn børn, sum búgva skiftisvís hjá mammuni og pápanum. Tó so vísir granskingin eisini, at trupulleikin er í høvuðsheitunum hjá børnum, sum bara hava eitt fólk at ansa eftir sær. Kanningin vísir eisini, at tað er ikki avgerandi, um seinni umsorganarpersónurin er pápin, omman og abbin ella ein mamma aftrat. Heldur hevur tað týdning, at tey eru tvey fólk um barnið. At pápin er til staðar fyri børnini í teirra barnaárum viðførir, at tey klára seg munandi betri millum onnur og í skúlanum. Tað vísa tvær stórar altjóða granskingarverkætlanir. Kanningarnar geva eisini ábendingar um, at børn, sum hava pápan í lívinum, hava betri heilsu. Islamskur Statur hevur tikið ábyrgdina av álopinum á London Bridge seinnapartin fríggjadagin, tá tvey fólk lótu lív, og trý onnur vórðu særd. Tað skrivar franska tíðindastovan, AFP, sum sigur seg hava tíðindini frá eini heimasíðu hjá felagskapinum, Amaq News. Usman Khan varð í 2012 dømdur 16 ára fonsgulsrevsing fyri at hava mælt til yvirgang, og fyri at hava havt ætlanir um at søkja at keypsskálanum í London. Og hann hevði eisini ætlanir um at skipa eina legu fyri yvirgangsfólk í Kashmir í India, hevur dómarin sum dømdi í málinum, upplýst fyri The Guardian. Hann fanst hvassliga at ákæruvaldinum, og segði bart út at tað líkist ongum, at fólk sum eru til vanda fyri samfelagið, verða latin leys. Fólk sum verða dømd í slíkum málum, eiga at sita dómin sum tey hava fingið, og hann legði dent á, at Konservativi flokkurin mælir til at herða revsingina fyri lógarbrot sum heild. Sky News upplýsir, at 28 ára gamli maðurin hevði tveir knívar og ein revolvara hjá sær, og var í einum bumbuvesti, men einki spreingievni var í honum. Í Malta hava mótmælisfólk verið á gøtuni í fleiri dagar, í vónini um at fáa rættvísi fyri journalistin Daphne Galizia, sum varð myrd fyri tveimum árum síðani. Journalisturin gravaði uttan áhald í korrptión í landinum, sum hon segði hevði sínar røtur langt inni í politisku skipanini í landinum, áðrenn hon varð dripin uttan fyri sítt heim í oktober 2017 av einari bilbumbu. Trý fólk skulu fyri rættin fyri morðið, men kaniningarnar hjá løgregluni hava nú verið sentreraðar rundan um hvør bílegði morðið og hví. Ongantíð áður hevur slíkt trýst verið á stjórnina í Malta. Ein teirra, sum leitar sær út á gøturnar at mótmæla í hesum døgum, er føroyingurm Henry Petersen, sum hevur búð á Malta í 10 ár. Daphne Galizia doyði sum 53 ára gomul, og hon segðist at vera ein av mest týðandi, sjónligu og djørvu journalistunum á Malta. Hon skrivaði vælumtókta bloggin Running Commentary, sum kannaði skuldsetingar um korruptión og aðrar kriminellar hendingar. Tey, sum bíløgdu bumbuálopið á hennara Peugeot, vildu hava hennara rødd at tagna, segði sistur hennara Corinne Vella eftir álopið. Áðrenn hennara deyða, miðlaði hon um skuldsetingar í sambandi við panamaskjølini, sum vórðu likin frá einari advokatfyritøku í Panama í 2016. Skjølini avdúkaðu, at tveir tættir samstarvsfelagar hjá maltesiska forsætisráðharranum, Joseph Muscat vórðu vavdir upp í loyniligar fyritøkur uttanlands. Morðið á Galizia hevur eyðkennini fyri at vera eitt bílagt morð, og hevur bæði skakað maltesiska samfelagið, eins og tað hevur fingið fleiri lyklapersónar í Evropeiskar mannarættindabardaganum at finnast at myndugleikunum fyri, hvussu tey hava handfarið kanningararbeiðið. Sambært miðlinum Reuters, hevur álopið givið brotsmanninum áleið 150.000 evrur, ella 1,1 millión krónur. Eingin er enn ákærdur fyri at hava bílagt morðið, tó at trý fólk eru undir illgruna fyri at hava samband við málið og skulu fyri rættin í næstum. Tann einasti, sum hevur tryggjað sær immunitet í málinum, er hýruvognsførarin, Melvin Theuma, sum miðlarnir í Malta halda er millummaður í málinum. Dagin eftir hýruvognsførarin fekk immunitet, varð víðagitni handilsmaðurin Yorge Fenech handtikin av løgregluni. Maltesiskir miðlar siga, at hann hevði samband við hýruvognsføraran, sum javnan varð knýttur at bygningum, har vinnulívsmaðurin býr. Síðsta ár kom fram, at Yorgen Fenech er ein av loyndarfullu ánaranum av einari fyritøku í Dubai, sum eisini var at síggja í Panamaskjølunum. Átta mánaðir áðrenn hon varð myrd, hevði Daphne Galizia skrivað um hesa fyritøku í Dubai, og hon segði, at fyritøkan hevði samband við bæði aðalstjóran hjá forsætisráðharranum og ráðharran fyri ferðavinnu Konrad Mizzi. Báðir løgdu teir starvið frá sær 26. november í ár, men siga seg einki skeivt hava gjørt. Umframt hesar politisku gølurnar, er fíggjarmálaráðharrin í Malta eisini farin í farloyvi orsaka av morðinum. Forsætirsráðarrin Joseph Muscat hevur verið í sessinum síðani 2013. Gølurnar rundan um hann økja um politiska trýstið at fáa hann úr stólinum. Sjálvur sigur hann við útlendskar miðlar, at eingin knýttur at hesari gøluni sleppur undan rætsforfylging. Prestur Jóannes Purkhús Deknur Elsebeth Viðoy Simonsen Urguleikari Snorri Brend Trompet Hanus Kjølbro Klokkari Henry Sjóstein Tøkningur Johnny Olsen Sálmar 82 Ver vælkomið, Harrans ár 83 Sum ein føgur rósulund 90 Upp, gleðist allir, gleðist nú Prædika 609 Mær er kensla í barmi 713 Tað lýsti um kvirrar fløtur. Nú prísurin hækkar aftur, eru útlit fyri, at árið í ár fer at roynast eins væl sum í fjør hjá Bakkafrosti, ella heldur betri, tí fyritøkan hevur meir av laksi at selja, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti. Hoyr samrøðu við Regin Jacobsen, við at trýst á pílin undir myndini. Absalon Absalonsen gekk í skúla í Vági, har hann tók realprógv í 1955. Hóast hann visti um nógvar vanlukkur á sjónum, vildi hann sleppa til skips. Absalon fekk kjans við nýggja havnartrolaranum Fiskanesi. Hetta var góður og spennandi kjansur. Eina ferð fingu teir eina minu í trolið í Grønlandi. Seinni vóru teir staddir á Kappanum, tá Hans Hedtoft gekk burtur. Absalon tók skiparaprógv í Havn í 1961 og fór nú sum bestimaður við nýggja línuskipinum Jógvani á Gørðunum. Síðani var hann eitt skifti við grønlendskum línubáti og búði eitt stutt skifti í Nuuk við familju. Seinni førdi hann Borgina fyri garðamenn í Vági. Orsøkin til nýggja lógarkravið er, at myndugleikarnir vilja vita, at rætta fólkið eigur telefonina. Og telefeløgini skulu syrgja fyri, at tað verður gjørt, og at myndin verður goymd, skrivar franska tíðindastovan, AFP og Ritzau. Ein talsmaður fyri telefelagið, China Unicoms, sigur við AFP, at reglurnar merkja, at øll, sum keypa eina telefon og fáa sær nýtt nummar, skulu taka mynd av sær sjálvum við at hyggja inn í telefonina og blunka. Næsta stigið er at økja eftirlitið, stendur í boðunum, sum komu í september. Myndugleikarnir boðaðu frá broytingini í september, og skipanin kemur í gildi í dag. Frammanundan eru reglur galdandi, sum knýta samleikan til fartelefonina. Og mynd av fólkinum verður brúkt í øllum viðurskiftum, alt frá at keypa til kunna fylgja við viðkomandi, skriva AFP og Ritzau, sum Danmarks Radio endurgevur. Kinesiskar telefyritøkur hava vaksandi áhuga um okkara leiðir, serstakliga orsakað av, at føroysku telefyritøkurnar samstarva við eitt nú KT risan Huawei um 5G netið í Føroyum. Tað hevur fingið fleiri útlendskar politikarar og sendifólk at heita á føroyingar um, at venda Huawei bakið. Carla Sands, amerikonsk sendikvinna í Danmark, sigur í tíðargrein í Sosialinum fríggjadagin, at sannleikin er, at kinesiski tøkniútflutningurin er beinleiðis vandamikil fyri keyparan. Tá lond bjóða út sítt viðkvæma undirstøðukervi til Huawei, ZTE og onnur kinesisk feløg, so góðtaka tey, at arbeiða undir kinesiskum kommunistatreytum, sigur amerikanska sendikvinnan Carla Sands í Sosialinum. Tey, sum ikki góðtaka hesi krøv, og sum til dømis stuðla mannarættindakravgongum í Hong Kong, ella blaðstjórar, sum avdúka korruptión og mutur í fólkalýðveldinum Kina, eru veruliga í vanda, og kunnu vænta sær revsing og verða hótt búskaparliga, sigur hon. Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður á økinum, segði við Kringvarpið fríggjadagin, at landsstýrið fylgir neyvt við gongdini í málinum um Huawei, men at tey halda seg til tilmælini frá fregnartænastuni hjá donsku verjuni, og enn hava tey ikki mett, at Huawei setir Føroyar í vanda. Tað hevur verið tosað um, at Atlantsflog skal flúgva til amerikanska stórbýin, men enn hevur Atlantsflog ikki sagt nær flúgvingin byrjar, ella um endaligu loyvini eru fingin til vega. Flúgvingin millum Føroyar og New York er møgulig nú fyri fyrstu ferð, tí nú hevur Atlantsflog flogfør í flotanum, sum megna at flúgva langa teinin beinleiðis. Forbes skrivar, at hóast áhugin fyri Føroyum er vaksandi, so fer tað helst at hava stóra ávirkan á ferðavinnuna í Føroyum, tá ið fólk í New York fara at síggja lýsingar fyri beinleiðis flogferðum til Føroya, og helst kann tað lata upp fyri, at alsamt fleiri fólk fara at velja Føroyar til sum ferðafólkaland. Í skjølum frá WikiLeaks sæst, at Samherji hevur flutt 50 milliónir norskar krónur til felagið, Nerg rd Invest Samherji, sum Samherji eigur 40 prosent av. Peningurin er fluttur umvegis bankan DNB. 19. november skrivaði íslendska blaðið, Stundin, at 640 milliónir norskar krónur vórðu fluttar umvegis DNB, og eitt felag á Marshalloyggjunum til Namibia. Tað er ikki greitt, hvussu nógv av peninginum er hvíttaður, og heldur ikki, hvussu stór upphædd er nýtt til mutur, skrivar blaðið. Uttan mun til upphæddina, so er talan um størstu upphæddina, sum ein norskur peningastovnur hevur verið við til at fremja, skrivar blaðið. Ein partur av peninginum er frá fiskiskapi hjá Samherja av rossamakreli í Namibia, og felagið hevur mutrað embætisfólk fyri at fáa kvotur. At talan er um bæði hvítting og mutur, prógva skjølini frá WikiLeaks. Skjølini vísa eisini, at peningur er fluttur frá kontum í DNB til eitt felag í Dubai, sum ein tænastumaður í Namibia eigur. Hann hevur eisini ábyrgdina av, hvør fær kvotur í landinum. Peningurin er fluttur frá Esja Seafood Limited, sum er eitt av týdningarmestu altjóða feløgunum hjá Samherja. Esja er skrásett á Kypros. Fiskeribladet skrivar, at Esja hevur havt kontu í DNB, sum eru nýttar til at rinda fyri konsulentvirksemi. Tað verður nú kannað. Og Esja skal eisini verða nýtt av Samherja til at hvítta pening, vísa skjølini hjá WikiLeaks. Nerg rd Invest Samherji as er skrásett í Tromsø. Eigarar eru týska reiðaríið, Cr Cuxhavener Reederei GmbH, sum ikki er til longur, Samherji HF og týska felagið, Icefresh GmbH, sum Samherji fyritøkan eigur. Margr t Ólafsdóttir í Samherja HF sigur fyri blaðnum, at tær 50 milliónirnar, sum eru fluttar ímillum Nerg rd Invest Samherji as og Esja, er lánsgjald fyri eina lánsavtalu, sum feløgini gjørdu í 2017. Tá Nerg rd Invest Samherji AS varð stovnað í 2017, hevði felagið skuld til ein norskan banka. Tann skuldin varð umfíggjað í felagnum, sigur Ólafsdóttir við Fiskeribladet, og vísir á, at ein lánsavtala varð gjørd millum feløgini, fyri at umfíggja skuldina í mars í fjør. Ólafsdóttir vísir eisini á, at Samherji HF varð býtt í Samherji HF, ið skal taka sær av rakstrinum í Íslandi og í Føroyum og Samherji Holding, EHF, sum fæst við virksemið í útlandinum í 2018. Hósdagin varð avgerð tikin um, at norska Økokrim skal kanna málið um DNB og Samherja. Kunningarstjórin í DNB, Ewen Westerveld, hevur boðað frá, at bankin fer at samstarva við Økokrim, fyri at koma til botns í málinum. Men hann leggur dent á, at tað hevur týdning, at tað ikki er bankin sum er ákærdur fyri hvítting og mutur, men íslendska fiskivinnufelagið. Í Norðurlondunum er 1. desember dagurin, har vit skifta battaríið í okkara roykvarnarum. Ein roykvarnari økir um møguleikan fyri at tú kanst fáa eina ávaring, um eldur er komin í húsini. Henda ávaring kann geva tær tíð til, at tú og familjan sleppa út og fáa ringt eftir hjálp. Tí eru roykvarnarar við til at bjarga bæði lívum og virðismiklum lutum. Sangarar úr 43 londum hava kappast um heitið sum heimsmeistari í karaoke í japanska høvuðsstaðnum. Millum teirra vóru Siri og Hallur, sum bæði tóku lut sum einstaklingar og duett. Tá Heðin Sorgrot54 Skov leygardagin vann FM finaluna móti Virgari the Gambler Trondesen, gjørdist hann føroyameistari í e fótbólti. Gestir í sendingini hesaferð Petur Hans Dahl, Siri Sørensen, Hans David Hansen, Margrið Weihe, Heðin Egholm Skov og Virgar Trondesen Dan Thorleifsson og Arne Leivsgarð sleppa hvørki at skera í málningin hjá Tal R ella at gera urskivur burtur úr málninginum. Tað hevur Sjó og handilsrætturin í Keypmannahavn avgjørt í morgun. Listarmaðurin, Tal Rosenzweig, vanliga nevndur Tal R, bað í síðsta mánaði Sjó og handilsrættin um at seta bann fyri at skera í málningin Paris Chic, sum báðir føroyingarnir høvdu keypt, og ætlaðu at skera í flísar at seta í armbandsur. Í úrskurðinum sigur rætturin, at verkætanin hjá føroyingunum stríðir ímóti lógini um upphavsrætt, tí teir broyta málningin til eitt nýtt verk til almenningin at síggja. Hetta stríðir móti virðisrættinum. Rætturin sigur eisini, at verkætlanin stríðir ímóti marknaðarføringarlógini. Umframt fútabann, skulu føroyingarnir rinda listarmanninum sakarkostnaðin, sum er góðar 31.000 krónur. Onnur fyritøkan, sum hon hevur við manninum Janusi Gunnarson, er Miriam og Janus photography, og hin fyritøkan er Myndaboks, og sjálvt um hesar eru sera ymiskar, so eru tær felags um myndatøkuna. Tað, at taka myndir, var ikki tann stóri barnadreymurin, og fyri sovítt visti hon als ikki, at tað var nakað, hon fór at gerast dugnalig til, men tað visti Janus. Heimsins størsta vatn fer um tvey lond við ymiskum kulturi og ognarrætti. Allan vegin fram við 2.800 kilometra langa bakkanum er hellan frá forkambrisku øldini nektað. Umhvørvisárin eru, men reint og óspilt er enn báðum megin bakkan. Veðurskiftini á vatninum eru stór. Ríkt djóralív er á landi, har tað altíð angar av trøum og øðrum vøkstri. Upprunafólkini rópa vatnið Gitche Gumee. Søgan rundanum er gomul eins og pátrúgvin. Menniskju uppihalda seg við Lake Superior fyri at finna frið. Tað eydnast hjá onkrum. Landsstýrið var 11. november og ikki 2. november, sum sagt verður, á fundi við umboð fyri kinesisku stjórnina, men Kringvarpið sleppur ikki at siga fólki, hvat hendi á fundinum. Tá eg síggi, at mínir útlendsku føroysku kappingarneytar gera tingini upp á ein annan máta enn eg, so tali eg at. Tað sigur Pól Huus, sum í Degi og Viku í kvøld greiddi frá tí, sum hann upplivir í vinnuni. Tí hann vísir á, at eitt nú Næraberg, sum hevur føroyskan og hollendskan ognarskap, selur júst sama fiskaslag, sum er viðgjørdur á júst sama hátt, fyri 90 oyru minni enn skipið Norðborg. Hetta er munur í miðal yvir 10 ár, sambært almennu tølunum hjá Vørn. Hanus Hansen vildi ikki gera samrøðu við Kringvarpið í dag. Hann afturvísur tó, at tað er júst sama vøra. Hann sigur, at hann heldur Norðborg ger meira við fiskin enn Næraberg. Pól Huus, sum selur fiskin hjá millum annað Norðborg afturvísur hinvegin pástandin, og sigur, at tað er júst sama vøra, sum talan er um. Hesi 90 oyrunum blíva til nógvar pengar yvir 10 ár. Tí Næraberg hevur fiskað áleið 150.000 tons av svartkjafti í hesum tíðarskeiði og 90 oyru minni prís fyri tann fiskin svarar til 150 milliónir krónur. Føroyahúsið í Keypmannahavn er umvælt fyri 5,5 millión krónir. Umbyggingin hevur verið drúgvari enn væntað, men Martin Karbech Mouritsen, nevndarformaður, væntar, at húsið letur upp í januar 2020. Fitt av fólki var komið at taka ímóti frystilínuskipinum Jógvan I, hjá P f Eysturoy á Toftum. Bæði reiðarin og skiparin hava góðar vónir til nýggjasta farið í føroyska flotanum. Sólorkulundin á Krossinum í Sumba varð tikin í brúk í gjár. Sólorkulundin kann gera 160 megawatt tímar um árið. Tað eru 20 prosent av tí streymi, sum verður brúktur í Sumba. Talan er um eina tvey ára royndarverkætlan. Eingin sól var á Krossinum í gjár, tá sólorkulundin varð sett til, tvørturímóti vóru sirm og mjørki. SEV sigur, at sólorkulundin fer ikki at geva nógvan, um yvirhøvur nakran streym, hesa ársins tíð. Men lundin er gjørd nú fyri at vita, hvussu hon fer at standa seg, tá stormarnir koma í vetur. SEV ætlar at seta sjey vindmyllur upp í Suðuroynni næsta ár. Býráðið í Vági samtykti í gjárkvøldið fíggjarætlanina fyri 2020. Skattaprosentið lækkar niður í 21,65 prosent, og barnafrádrátturin hækkar upp í 5.500 krónur. Inntøkurnar hjá Vágs kommunu næsta ár verða mettar til góðar 65 milliónir krónur og raksturin til góðar 57 milliónir krónur. Tað eru umleið trý prosent meira enn í ár. Meginparturin av íløgunum fer til tekniska økið, millum annað til dagføring av vegakervinum, til drekkivatnsskipanina og spillvatnsskipanina. Grøna økið verður eisini raðfest næsta ár. Endurnýtsluplássið verður klárt at taka í nýtslu eftir ársskiftið, og næsta ár fara húsarhald í Vágs kommunu at skilja lívrunnið tilfar frá vanliga húsarhaldsruskinum. Tað sigur Dann Thorleifsson, sum er ein av føroyingunum, sum í dag fekk fútabann at skera málningin hjá Tal R í flísar at seta í urskivur at selja víðari. Annika Olsen, borgarstjóri, og Marin Katrina Frýdal, forkvinna í Byggi og býarskipanarnevndini, skrivaðu undir útbjóðingarskrivið í gjár. Kappingin er um at gera besta uppskotið um, hvussu bústaðarbygging og miðstaðarbygging, handlar, stovnar, heilsubótarhøli og annað virksemi skal skipast. Tad eru umleið fimm ár síðani, at ST heitti á Føroyar um at bera so í bandi, at breksáttmálin verður hildin, so fólk, ið bera brek, ikki eru fyri mismuni. Enn er nakað á mál við hesum, sigur Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD. Í hesum sambandi skipar MEGD fyri tiltaki í Smæruni í Havn undir heitinum Eitt virkið lív um luttøku í øllum lívsins viðurskiftum. Kvøldið byrjar við framløgu sum Heina í Skorini, ph.d. í altjóða politikki tekur sær av. Hetta er undir heitinum Ímillum vinir og fíggindar Føroyar, ST og altjóða lóg, har Heini í breiðari merking fer at greiða frá um ST og serliga sáttmálan hjá ST, ið snýr seg um fólk, sum bera brek. Upplýsingarnar um tað, sum fór fram á fundi millum landsstýrisfólkini og kinesiska sendiharran í síðsta mánað, eru av so stórum almennum áhuga, at tær eiga at verða almennar. Dagur og vika hevur á annan hátt fingið upplýsingar um, hvat gekk fyri seg á fundinum men slapp ikki at bera upplýsingarnar víðari í gjárkvøldið, tí fútabann varð ásett eftir áheitan frá Vinnumálaráðnum. Av teimum 22 bólkunum, sum høvdu teknað seg til kappingina, komu 16 á mál og lótu inn ein stuttfilm við evninum Ótti , tulkað, sum bólkarnir sjálvir høvdu hugflog til. Uppgávuna fingu teir fríggjadagin, og 48 tímar seinni skuldi filmurin latast inn til dømingar. Mánakvøldið vórðu vinnararnir síðan avdúkaðir. Virðislønina fyri besta film vann bólkurin hjá Jónfinni Stenberg fyri filmin Pápar mugu ikki forskrekkjast . Hákun Stenberg í hesum filmi vann eisini heiðurin sum besti leikari. Besta hugskot áttu Kajsa og Sigrid Holm Bic, meðan filmurin Katarsis við Katrini Hvítklett á odda fekk ársins herðaklapp. Anton Petersen frá Klippfisk vitjaði útvarpsstovuna saman við vinnaranum Jónfinn Stenberg Henrik Engelbrekt Refshauge er skrivari í Missión Afrika. Hann sigur frá teirra arbeiði í Afrika og hví dentur verður lagdur á kirkju, skúla og heilsurøkt. Luttakarar í sendingini hesaferð Kristina Bærendsen. Tóra við Keldu, Heini í Skorini, Ronja H. Joensen, Gunnleyg Kalsberg Dánjalsson Rørslu jólakalendarin virkar á tann hátt, at tú hvønn dag fært eina venjing at gera heima. Ronja vísir tær í einum sjónbandabroti, hvussu tú skalt gera, og hvussu leingi venjast skal. Vit fingu eitt prát við Ronju H. Joensen um kalendaran, og um, hvussu nógvar karamellur og kleynur tú kanst eta, eftir at tú hevur vant. 24 partar eru, ein til hvønn dagin fram til jóla, og vit fara á gátt hjá einari kvinnu, sum hevur verið við frá byrjan. Gunnleyg Kallsberg Dánjalsson og Maria Ziskason Nesá royndu dagsins venjing. Akranes er 138 metrar langt og 23 metrar breitt. Skipið siglir í løtuni undir finskum flaggi við finskari manning, sum telur 24 mans. Tá ið Akranes legst afturat tann 20. desember, eru fimm skip í flotanum hjá Smyril Line. Hini eru Norr na, Mykines, Eystnes og Hvítanes. Akranes fer at sigla millum Havnina, orláksh fn í Íslandi og Hirtshals úr Hirtshals til Havnar fríggjadag, og úr Havn til Hirtshals týsdag. Tá Akranes kemur, fer Smyril Line at sigla til Bretlands aftur. Hvítanes og Eystnes fara at sigla millum Havnina, Scrabster, Hirtshals og Sankta Pætursborg. Anttii Rinne, forsætisráðharri, sum er úr sosialdemokratiska flokkinum, var í dag hjá forsetanum og bað um at verða loystur úr starvi. Orsøkin, er Miðflokkurin, sum er ein av samgonguflokkunum, hevur mist álitið á forsætisráðharranum. Politiska kreppan hevur røtur í einari arbeiðsósemju í finska postverkinum. 700 starvsfólk í postverkinum er flutt í eitt dótturfelag, har ein annar sáttmáli er galdandi. Tað hevur havt við sær, at summi starvsfólk eru farin niður í løn. Funnist verður at Anttii Rinne, forsætisráðharra, fyri handfaringina av málinum, og hann er eisini lagdur undir at hava sagt ósatt fyri finska ríkisdegnum. Rinne er fyrrverandi fakfelagsleiðari. Hann sigur, at hann alla tíðina hevur gjørt fakfelagsrørsluni greitt, at hann góðtekur ikki, at viðurskiftini hjá almennum starvsfólkum versna. Rosario leggur aftrat, at nevndin vil hava virðiliga loysn, men at ES eisini hevur møguleika at skjóta málið inn fyri heimshandilsstovnin, WTO. USA hevur hótt við tolli sum aftursvar til, at Frakland hevur samtykt at leggja skatt á talgildar tænastur frá altjóða KT risum sum Facebook og Google. Lógin um skattin kom, tí ónøgd hevur verið um, at nakrar av heimins ríkastu fyritøkum skapa sær skattaskjól og bara rinda eitt eiti av skatti, har tær reka fyritøkur sínar. Nýggja franska lógin merkir, at tøknifyritøkur, sum hava meira enn sjey milliardir krónur í alheims inntøku á hvørjum ári, skulu rinda trý prosent í skatti á eitt nú perónligar dátur, sum verða seldar, og á aðrar inntøkur. Stjórnin hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, heldur, at skatturin ger mismun ímóti amerikonsku netrisunum, og hann hóttir við at seta toll á amerikanska innfluting av fronskum vørum, sum aftursvar. Tollurin kann verða settur í gildi miðskeiðis í januar, og fevnir um vørur fyri 2,4 milliardir dollarar. Tað svarar til 16,2 milliardir krónur. Vit høvdu ikki roknað við slíkum atburði frá USA móti einum sameindum, Fraklandi, og Evropa sum heild, segði franski fíggjarmálaráðharrin, Bruno Le Marie. Hann leggur tó dent á, at hann helst vil sleppa undan revsing og móttiltøkum. Trump segði við fjølmiðlar í London í dag, har hann er á NATO toppfundi, at tøknifyritøkurnar eru okkara feløg. Tey eru amerikonsk feløg. Eg vil krevja skatt frá hesum feløgunum. Tey skulu ikki rinda skatt í Fraklandi, segði Trump. Tað stendur orð móti orði í málinum um, hvat goymir seg handan fútabannið, ið er sett móti upplýsingum, sum Kringvarp Føroya hevur frá einum fundi í november millum landsstýrisfólk og kinesiska sendiharran. Orsøkin til, at landsstýrið heitti á fútarættin um at leggja fútabann, er, at Kringvarp Føroya hevði ætlanir um at brúka eina upptøku, ið stovnurin av órøttum hevði fingið hendur á. Men Kringvarpið hevur ikki fingið hendur á nakra upptøku av órøttum, sambært Georg L. Petersen, tíðindaleiðara í Kringvarpi Føroya. Føroya Rættur hevur í avgerð síni lagt dent á, hvussu Kringvarp Føroya fekk hesa upptøkuna til vega. Føroya Rættur staðfestir, at um Kringvarp Føroya brúkti hesar upplýsingar, vildi tað sannlíkt verið í stríð við revsilógina, stendur millum annað í skrivinum frá landsstýrinum. Eisini leggur rætturin dent á, at hevði talan verið um skrivligar upplýsingar, høvdu hesar upplýsingar verið undantiknar reglunum um alment innlit, tí talan er um vardar innanhýsis upplýsingar, skrivar landsstýrið víðari. Upplýsingarnar, sum nú eru fevndar av fútabanni, hava almennan áhuga, heldur Georg Lindenskov Petersen, tíðindaleiðari í Kringvarpinum Hvørjar hendingar á politiska og samfelagsliga økinum standa eftir Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður og formaður í Reyðakrossi, og Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur, hugleiða um tað. Talgilding, sosialir miðlar og globalisering eru í øllum førum trý hugtøk, sum hava sett dám á 2010 ini. Hvussu hava fólk uppliva hesi rák vit tosa við Tóru Petersen, sálarfrøðing, sum hevur skipað fyri Lurtivarðhaldum hvørt ár síðan 2009. Hvussu hevur tøknin ávirkað samfelagið og okkara lív. Vit skifta orð við Rúnar Reistrup, master í informatiónsvísindum, og Pætur Dahl, filosoff og miðlafrøðing. Bruce Springsteen, The Clash, James Blake, George Harrisson og nógv onnur hava skrivað sangir, sum eru ein kvøða til útvarpið. Radio sangir eru tema í seinna tímanum av sendingini. Er tað handilspolitikkur ella stórpolitikkur, at Huawei útbyggir telenetið í Føroyum, og er tíðin komin, at Føroyar verða noyddar at velja síðu millum stórveldini. Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum og Høgni Hoydal, limur í uttanlandsnevndini kjakast um støðu Føroya millum stórveldini og um útbyggingina av 5G í Føroyum. Vit hava framgongd í PISA kanninini, men lesiførleikin hjá føroyskum næmingum er veikur. Jacob Eli S. Olsen, formaður í Lærarafelagnum og Eyðun Gaard, stjóri í Námi eru í útvarpsstovuni og umrøða føroyska skúlaverkið. Luttakarar Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, Høgni Hoydal, limur í uttanlandsnevndini, Jacob Eli S. Olsen, formaður í Lærarafelagnum og Eyðun Gaard, stjóri í Námi. Í hesum partinum verður hugt at fylgjunum av, at Samherjaskjølini vórðu avdúkað. Í yvir eitt ár hevur løgreglan í Namibia kannað virksemið hjá Samherja í landinum og skuldsetingar um mutur, svik, skattaundandrátt og pengavasking. Hetta málið er tað størsta av sínum slag í søgu Namibia. Ein kelda í landsstýrinum váttar, at kinesiski sendimaðurin Feng Tie vildi tosa um samstarvið millium Føroya Tele og Huawei og um handilsviðurskiftinini millum londini á vitjanini 11. november. Í gjár fekk Kringvarpið fútaforboð fyri at endurgeva, hvat var sagt á fundinum millum løgmann, landsstýrismannin við ábyrgd av Føroya Tele og kinesiska sendiharran. Men tað vóru tveir fundir hendan dagin. Tað sæst í innlitinum, sum Kringvarpið hevur fingið. Fyrri fundurin var klokkan kvart yvir átta sama morgun millum Jenis av Rana og Feng Tie. Embætisfólk luttóku eisini á fundinum. Hesin fundurin var bert, tí Jenis av Rana skuldi av landinum í arbeiðsørindum og tí ikki kundi luttaka á fundinum, sum Kringvarpið hevur fingið fútabanna móti at endurgeva frá. Hetta var samstundis annar fundurin millum kinesiska sendiharran og Uttanríkismálaráðharran, síðani nýggja landsstýri tók við. Keldan hjá Kringvarpinum, sum vil vera dulnevnd, váttar, at fundurin snúði um samstarvsavtaluna millum Huawei og Føroya Tele. Keldan váttar eisini, at nert var við handilsviðurskiftini landanna millum. Spurdur beinleiðis, um hesi vóru knýtt saman, sigur keldan, at tað kanst tu sjálvur rokna út. Landsstýrið er fangað sum lús millum tvær negl í einum handils og trygdarpolitiskum stríði millum USA og Kina, orsakað av samstarvsavtaluni millum Føroya Tele og Huawei. Kinesar er ikki teir einasti, ið hava bankað á dyrnar í Tinganesi. Amerikanska sendikvinnan Carla Sands blandaði seg óvanliga beinleiðis upp í føroyskan innanríkispolitikk, tá hon í Sosialinum fríggjadagin heitti á føroysku telefeløgini og føroyskar myndugleikar um at kvetta øll bond til kinesisku fyritøkuna. Vit síggja ein mun millum avreiðingarvirðið hjá føroyskum reiðaríum og so hjá føroyskum útlendskum reiðaríum. Tað siga Annfinnur Garðalíð, formaður í Skipara og Navigatørfelagnum og Ólavur Gunnarsson, formaður í Maskinmeistarafelagnum í dag. Teir báðir siga, at rættast hevði verið, um myndugleikarnir settu størri kanningararbeiði í gongd fyri at kanna, um alt gongur rætt fyri seg við teimum reiðarium, sum hava útlendsk áhugamál. Hanus Hansen er burturstaddur, og fær tí ikki gjørt samrøðu í dag. Hann sigur tó, at orsøkin til, at JFK samtakið einans hevði eina millión í yvirskotið í 2018 var, at samtakið keypti kvotur á uppboðssølu í fjør, og misti pengar upp á tað. Hanus Hansen sigur, at tølini hjá Vørn eru skeiv, og afturvísur tí pástandin um, at nevniverdur munur er á avreiðingarvirðinum á skipunum Norðborg og Næraberg. Samstundis sigur Hanus Hansen, at hvørki Annfinnur Garðalíð ella Ólavur Gunnarsson hava kontaktað seg um avreiðingarpís nakrantíð. Danska fólkatingið fer væntandi at játta 25,5 milliónir krónur til havgransking á Havstovuni, boðar skrivstovan hjá Edmundi Joensen frá. Tí hava stjórnin og stuðulsflokkar hennara gingið ynskinum hjá Edmundi Joensen um havgransking í Føroyum á møti, stendur víðari í skrivi frá føroyska fólkatingsliminum. Játtanin verður latin yvir fýra ár. 4,5 milliónir krónur í 2020, og síðani sjey milliónir krónur í 2021, 2022 og 2023. Meginparturin stavar frá sokallaðu norðuratlantspuljuni, meðan seks milliónir liggja uttan fyri puljuna. Í hesum sendingum siga fólk frá ymiskum, teimum hevur verið fyri í barna og unglingaárum í eini tíð, tá ið Føroyar vóru annað oyggjasamfelag, enn tær eru í dag. Við tað at fleiri av gerandishendingunum, sum sagt verður frá, fóru fram fyri nærum 100 árum síðani, er nógv bæði øðrvísi og hugtakandi at hoyra um. Gestur hesuferð er Jákup Jacobsen. Løgreglan og tollvaldið kannaðu ferðafólk, tá Norr na kom á Havnina mánamorgunin. Hundurin hjá tollvaldinum gjørdi vart við eitt av ferðafólkunum. 17 ára gamli maðurin varð tikin til síðis til neyvari kanningar. Løgreglan fann góð 48 gram av syntetiska rúsevninum, MDMA, í viðførinum hjá unga manninum. MDMA er eftirgjørt rúsevni, sum økir ógvusliga um nátúrligu eydnuhormonini í kroppinum. Ávirkanin kann vera somikið stór, at vandi er fyri, at hjartað ikki megnar at fylgja við. Málið verður í næstum latið ákæruvaldinum, ið skal skriva ákærurit. Kriminelli lágaldurin er 15, og maðurin fær tí somu revsing sum myndugir persónar. Barnabati hevur latið jólahjálp síðani 2016. Tað árið fingu 465 børn jólahjálp, í 2017 vóru tey 455 og í fjør 500. Umsóknirnar hava verið okkurt um 300 í tali um árið. Jólahjálpin er ikki pengar, men gávukort frá Keypssamtøkuni og SMS. Eitt vaksið fólk fær 1.000 krónur, børn upp í 13 ár fáa 300 krónur og 14 til 17 ára gomul fáa 500 krónur. Barnabati sigur, at koma fleiri umsóknir, sum lúka fortreytirnar fyri at fáa jólahjálp, enn pengar eru til, verður jólahjálpin latin teimum familjum, sum hava tað truplast. Arbeiðsbólkurin, sum hevur gjørt orkupolitikkin, mælir til, at farið verður frá olju til fjarhita, jarðhita ella hitapumpu í bygningunum hjá kommununi, at LED perur verða settar í øll gøtuljós, at 70 til 80 bilar hjá kommununi vera el bilar og, at bussarnir hjá Bussleiðini brúka streym. Men fortreytirnar fyri, at tølini í orkupolitikkinum hjá Tórshavnar kommunu halda, eru, at ætlanin hjá SEV um at gera 80 prosent grøna orku í 2025 heldur, og, at Fjarhitafelagið áhaldandi útbyggir. Arbeiðsbólkurin sigur, at játtast skulu 13,5 milliónir krónur um árið næstu seks árini, 2020 til 2025, skal ætlanin við orkupolitikkinum fremjast. Luttakarar hesaferð Heidi Lindenskov Róadóttir, Sólva Lindenskov Róadóttir, Eyðun Gaard, Bartal Nolsøe Poulsen, Gunnvør Poulsen, Bergtórur Hjelm Bjarkhamar og Bjørghild Djurhuus. Mánakvøldið hevði Tarira jólakonsert og vit spurdu áhoyrarar og sangararnar Bartal Nolsøe Poulsen og Gunnvør Poulsen um hetta við jólakonsertum og jólatónleiki. Eisini er Bergtórur Hjelm Bjarkhamar í útvarpsstovuni og greiðir frá um hetta, at syngja jólini inn í kirkjuni. Har er hvørki brúgv inn á meginlandið ella ferðasamband, kortini hevur Ole Kristoffer V gen mjólkaframleiðslu á Skorpo í Hardangerfirði. Tað er tungt, næstan ógjørligt, men kortini fyrireikar hann garðin til næsta ættarlið. Matarskráin hóskar væl til heimið hjá bankastjóranum, har er jólasild, sildasalat, álur í sjele, blóðmørur, rivjasteik og sjálvandi heimsins bestu frikadellur. Tíðin rennur undan í løgtinginum, sum enn ikki hevur fingið nakað fíggjarlógaruppskot at viðgera. Tað er óheppið, heldur Aksel V. Johannesen, fíggjarnevndarlimur. Maja og Tom Andreas fara út til eina ferðsluvanlukku mitt á Tromsøbrua. Samstundis má Mads heinta ein kvinnuligan hermann, sum er fallin um. Tað vísir seg at vera álvarsligari enn hildið av fyrstan tíð. Vit hoyra 7. part av jólakalendaranum Konan, ið varð lítil sum ein teskeið . Sara Kadefors og Alf Prøysen eiga handritið. Hetta er ein jólakalendari, sum vit hava fingið úr Svøríki. Søgan var fyrru ferð at hoyra í 2012 Vit hoyra 8. part av jólakalendaranum Konan, ið varð lítil sum ein teskeið . Sara Kadefors og Alf Prøysen eiga handritið. Hetta er ein jólakalendari, sum vit hava fingið úr Svøríki. Søgan var fyrru ferð at hoyra í 2012 Frágreiðingin er 300 síður. Fregnartænastunevndin í amerikansku kongressini hevur skrivað frágreiðingina, sum er ein samandráttur av hoyringunum seinastu vikurnar. Rættarnevndin fer nú at viðgera frágreiðingina, og síðani fer umboðsmannatingið formliga at taka støðu til, um grundarlag er fyri at byrja eitt ríkisrættarmál móti Trump. Frágreiðingin viðger Ukraina málið, sum tað verður nevnt, har Trump verður lagdur undir at hava lagt trýst á ukrainska forsetan, Zelinskij, til tess at fáa hann at kanna fyrrrverandi amerikanska varaforsetan, Joe Biden, og son hansara, Hunter Biden, fyri mutur. Demokratarnir siga, at forsetin við at gera hetta hevur misnýtt embæti sítt. Teir siga eisini, at Donald Trump helt fleiri milliardum dollarum aftur, sum Ukraina skuldi nýta til hernaðarlig endamál, til hann hevðí fingið vissu fyri, at ukrainski forsetin fór at kanna feðgarnar, Joe og Hunter Biden. Republikanararnir vísa skuldsetingunum aftur og siga, at forsetin hevur einki ólógligt gjørt. Donald Trump hevur viðgingið, at peningur varð hildin aftur, men hann vísir aftur, at tað varð gjørt fyri at leggja trýst á Zelenskij, forseta í Ukraina. Lea hevur fingið størstu avbjóðing í lívinum, tá hon skal í Radio24syv at ávara systkini um eina lívshóttandi arvasjúku. 17 ára gomul fær Lea bræv, har tað stendur, at hon skal kannast fyri eina sjáldsama arviliga, lívshættisliga sjúku. Tað er donorpápi Leu, sum kanska hevur borið sjúkuna víðari til hana. Hon hevur hana tíbetur ikki, men hinvegin kemur hon eftir, at hon eigur 68 systkin, sum kanska hava sjúkuna, og bert fá teirra hava fingið boðini. Til ber at forða sjúkuni, um viðgerð verður givin tíðliga í lívinum, tí ger Lea av at ávara tey. Men tað er lættari sagt enn gjørt, tí Lea stríðist við sosialfobi, angist og vánaligt sjálvsálit. Øll skulu ikki endiliga verða forritarar, men øll mugu vita, hvat forritan snýr seg um og hvussu hon verður brúkt. Í Helenelundsskúlanum í Sollentuna er forritan partur av tøkniundirvísingini. Rolf Guttesen hevur skrivað nýggja bók, sum kastar nýtt ljós á tjóðarhetjuna Nólsoyarpáll. Vit spyrja millum annað Rolf, hví hann brúkar orðið skúmisleiv um tjóðarhetjuna. Fimti ár eru liðin, síðan vakra skipið VESTURVÓN kom á Sørvág. Hvør er søgan hjá hesum skipi, sum varð søkt sum sjórænaraskip fyri fýra árum síðan Vit tosa við Jan Erik Simonsen, sum hevur skrivað bók um Vesturvón. Í táttinum Mítt listaverk eru tveir klassikarar á skránni. Malan Marnersdóttir greiðir frá málningum eftir Ingálv av Reyni og Jack Kampmann. Arktis er heitið á nýggju krimiskaldsøguni eftir Jógvan Isaksen og hon snýr seg millum annað um nakað so brandaktuelt og eldfimt sum loyniligar samráðingar millum landsstýrið og Kina. Enn sæst onki til fíggjarlógina fyri næsta ár. Vit leita eftir fíggjarlógini og politiska innihaldinum saman við Jørgeni Niclassen, landsstýrismanni, og Kristinu Háfoss, fíggjarnevndarlimi. Vit skulu leggja um frá olju til el. Samstundis hækkar SEV elprísin. Í Breddanum í dag viðgera vit orkuumleggingina hjá vanliga borgaranum. Fyri løtu síðani endaði NATO fundurin, sum hevur verið hildin í Bretlandi síðani í gjár. Ósemjur og órógv hava merkt fundin. Breddin í dag tekur saman um NATO fundin. Vit eiga at fara frá hugsanini um eina námsætlan, har tað verða reksað ov nógv faklig mál upp, sum lærarin skal halda seg til, til eina námsætlan við fáum grundleggjandi fakligum málum og fleiri neyvt orðaðum støðismálum. Tíðin er farin frá námsætlanunum í Fólkaskúlanum. Tað heldur formaðurin í Føroya Lærarafelag, Jacob Eli Olsen. Allar lærugreinar í fólkaskúlanum hava námsætlan, sum lýsir, hvat endamálið og innihaldið í lærugreinini er. Vansin við okkara námsætlanum er, at har eru ov nógv mál, sum skulu náast, sigur Jacob Eli Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag, við Skúlablaðið. Formaðurin vísir á, at bæði danir og norðmenn hava broytt sínar námsætlanir, so tær hava munandi færri faklig førleikamál, og ístaðin leggja dent á arbeiðshættir, soleiðis at næmingarnir kunnu fara í dýpdina í einstøku evnunum. Okkara næmingar klára seg ikki væl í arbeiðsháttinum, samanborið við næmingar í øðrum londum, og hetta er størsti munurin á okkara næmingum og næmingum í hinum Norðurlondununum. Teir næmingarnir, red. duga rætt og slætt ikki nóg væl at brúka ta vitanina, teir ogna sær, sigur Jacob Eli Olsen millum annað við Skúlablaðið. Tað sæst í álitunum hjá Fíggjarnevndini um tvey lógaruppskot, annað frá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi, hitt frá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni. Bæði uppskotini eru um, at hitapumpur skulu sleppa undan meirvirðisgjaldi. Meirvirðisgjaldið verður endurgoldið nú, men skipanin er bara galdandi til nýggjárs. Landsstýrið vil leingja hana eitt ár. Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi vilja leingja hana fýra ár. Andstøðuflokkarnir vilja eisini, at aðrar góðkendar orkuskipanir, so sum sólorka, eisini sleppa undan meirvirðisgjaldi. Samgongan og Sjálvstýri siga, at samgongan hevur stórar ætlanir um umhvørvi og orku. Tí halda hon og Sjálvstýri tað vera ráðiligt bara at leingja skipanina við hitapumpunum og meirvirðisgjaldinum eitt ár, tí aðrar lógir um umhvørvi og orku eru á veg. Skipanin við hitapumpum og meirvirðisgjaldi hevur nú virkað í skjótt tvey ár. 113 fólk hava fingið meirvirðisgjaldið aftur fyri hitapumpur og innlegging, tilsamans slakar 2,4 milliónir krónur. Afturgjaldið er í miðal 21.100 krónur Landsstýrið mælir til at lækka gjaldið úr 75 oyrum fyri kilo niður á 50 oyru. Meirilutin í Fíggjarnevndini, samgongan og Sjálvstýri, tekur undir við tí. Prísurin fyri sild er minni nú, enn tá veiðigjaldið varð 75 oyru fyri kilo, sigur landsstýrið. Veiðigjaldið fyri makrel og svartkjaft verður óbroytt næsta ár. Veiðigjaldið er mett at geva landskassanum 150 milliónir krónur næsta ár, sigur landsstýrið. Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn mæla til at strika øll veiðigjøld, sum verða ásett sum føst upphædd fyri hvørt kilo. Í staðin eigur at gerast lóg, sum tekur atlit at broytingum í rakstri og virksemi hjá fiskivinnuni. Hetta er skipan, sum tryggjar, at tilfeingisrenta bara verður tikin av óvanliga stórum avlopi, siga flokkarnir. Undanfarna landsstýri legði uppskot um veiðigjald fyri løgtingið. Og andstøðan nú vísir til tað. Tað finnast vegleiðingar um hvussu nógv alkohol tú kanst drekka um tú gevur bróst, men fragast er at brúka vit og skil, sigur Bjørghild Dhurhuus, heilsufrøðingur. Barnabati hevur latið jólahjálp síðani 2016. Tað árið fingu 465 børn jólahjálp, í 2017 vóru tey 455 og í fjør 500. Seinasta freist at søkja er leygardagin 7. desember klokkan 14 00 Í annaðkvøld skipar Amnesty Føroya deild fyri árliga tiltakinum Skriva fyri lívi , har Sarah og Sean eru millum tey fólkini, sum skrivað verður fyri. Mett verður at tað fer at kosta góðar 21,6 milliónir krónur at reka Sands kommunu, og at inntøkurnar verða góðar 25,4 milliónir krónur. Millum annað eru 2,5 milliónir krónur settar av til nýggju tilbúgvingarstøðina. 1,5 milliónir eru settar av til nýggja útstykking til sethús og 600.000 krónur er settar av til at fyrireika nýggjan barnagarð. Skattaprosentið er lækkað við 0,25 prosenti, og verður 20,75 prosent. Barnafrádrátturin verður framvegis 8.500 krónur fyri barnið, skrivar Sands kommuna. Luttakarar hesaferð Djóni Eidesgaard, Hjørdis Kiara Zachariassen, Katrin á Neystabø, Hans Jón Thomsen, Emma Sanino og Thorstein Sivertsen Elmar Højgaard fer nú at gevast sum stjóri hjá Vørn. Hann fer frá fyri aldur. Elmar Højgaard fylti 70 ár herfyri. Elmar Højgaard gjørdist stjóri á Fiskiveiðueftirlitinum í 1997. Elmar Højgaard bleiv forstjóri á nýggja stovninum, Vørn, tá Tilbúgvingarstovnurin, MRCC Tórshavn Radio og Fiskiveiðueftirlitið vórðu løgd saman 1. januar í 2013. Men Elmar Højgaard hevur verið í tænastuni í yvir 40 ár, síðani 1976. Søkt verður nú eftir stjóra til Vørn. 81 fólk arbeiða hjá Vørn. Játtanin, stovnurin fær, er 63 milliónir krónur. Umsóknarfreistin er 3. januar næsta ár á middegi. Elmar Højgaard verður stjóri hjá Vørn, til nýggi stjórin tekur við. Tá spurningurin verður settur so greitt upp, er sum oftast ongin ivi um, hvussu tað eitur. Men tá orðini skulu brúkast hvørt sær, kemur ofta fyri, at bland kemur í. Munurin er heilt greitt, at tá vit tosa um burðarføri, snýr tað seg um kvinnuna, meðan orðið, burðardygt, hevur við til dømis vinnuna at gera, sigur Elin Henriksen, málkøn. Ein lurtari spyr um orðið tess, og hvussu tað skal brúkast, meðan ein annar spyr, um tað er rætt at siga skivar heldur enn skivur. Meðan bygdirnar og flestu býirnir kring grønlendsku strendurnar minka, stendur Nuuk, eins og Tórshavn, í stórum vøkstri. Landafrøðiliga er tó stórur munur á. Fólkaríkasta kommunan í Grønlandi við umleið 23.000 íbúgvum, har av umleið 18.000 í sjálvum høvuðsstaðnum, er á stødd við Frakland. Nuuk er eisini heimstaður hjá stórum tali av føroyingum, og í hesi sendingini hitta vit tríggjar teirra ein handilsleiðara, sum hevur ábyrgd fyri rakstrinum av fleiri matvøruhandlum í býnum, ein sjálvstøðugan elektrikara, ið selur og setur upp hvítvørur til grønlendskar familjur, eins og eigaran av størstu flutningsfyritøku í Grønlandi. Lógaruppskotið, sum skal tryggja landskassanum inntøkur frá fiskivinnuni, er langt frá liðugt smíðað og verður tí ikki borið í løgtingið fyrr enn einaferð næsta ár. Tí verður tað krónugjaldið á uppsjóvarfisk, sum fer at tryggja landskassanum sínar inntøkur, eisini næsta ár. Lógin um yvirskots grundaða gjaldið kemur í gildi 1. januar 2021, sigur Bárður Nielsen, løgmaður. Til 1. desember í ár fingu kommunurnar góðar 137,5 milliónir krónur meira í skatti enn til 1. desember í fjør. Talan er um 8,14 prosent. Í desember í fjør fingu kommunurnar 178,4 milliónir krónur í fyribilsstatti. Til 1. desember í ár fingu kommunurnar góða eina milliard og 820 milliónir krónur í sín part av skattinum. Fámjins kommuna fekk 80.000 krónur minni í skatti til 1. desember í ár enn til 1. desember í fjør. Talið er ikki stórt, men talan er tó um 3,4 prosent. Í 1968 hevði Borgin eina ringa ferð heim av Kappanum. Teir komu í ódnarveður og oljan gekk undan, so teir noyddust at seta inn á Reykjavík. Fyrst í 70unum áttu Absalon og Heri Hjelm ídnaðartrolaran Bjarnoy. Ætlanin var síðani at byggja trolaran Vágbing um til rækjur, men eitt tilboð kom úr Svøríki um ein nýggjan skrokk, sum tikið varð av. Skrokkurin stóð eitt ár á Skála, tí veðhald fekst ikki fyri byggiláninum av politiskum ávum. Jákup í Lopra keypti seinni Svalbard. Absalon helt fram á sjónum við bæði føroyskum og útlendskum skipum. Seinastu árini á sjónum var hann við hollendskum vaktarskipum í Norðsjónum. Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið samráðast enn og skulu møtast aftur mánadagin, sigur Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum. Hann sigur, at semingsfólk eru ikki boðsend og so leingi avtalan um, at samráðast aftur mánadagin verður hildin, átti tørvur ikki at verið á semingsfólki. Kim Kielsen skal hitta Bárð á Steig Nielsen, løgmann, á Tinganesi seinnapartin, eftir at hann hevur kunnað seg um viðurskiftini hjá Vága floghavn og Atlantic Airways. Í morgin vitjar Kim Kielsen á Brennistøðini á Hjalla og virkið Vónina. Leygardagin vitjar grønlendski landsstýrisformaðurin Oilwind. Hann spyr, um kappingarlógin og Kappingareftirlitið eisini fevna um vinnuliga virksemið í fiskivinnuni, og um landsstýrismaðurin ætlar at leggja uppskot fyri tingið, sum tryggjar, at lógin og fyrisitingarreglur eisini fevna um fiskivinnuna. Johan Dahl sigur, at Kappingareftirlitið hevur bygt upp eina siðvenju at kanna kappingina í ávísum vinnugreinum og fyritøkur, sum virka á føroyska marknaðinum. Ljós verður ikki varpað á kappingarfortreytir á útboðssíðuni í stórum og týðandi vinnugreinum og á fyritøkur, ið selja vørur á útlendska marknaðinum. Johan Dahl sigur, at henda raðfesting er ógvuliga løgin, serliga tá politiski myndugleikin útlutar veiðiloyvi, og samstundis vil hava lønsemi og virðisøking í hesi vinnugreinini. Henda skipanin avlagar kappingina. Johan Dahl heldur, at tað átti havt serligan áhuga hjá Kappingareftirlitinum at kannað júst veiðiliðið í fiskivinnuni. Skúlastjórin í Hoyvíkar Skúla, Hans Jón Thomsen sigur, at verður nógv tosað um skíggjanýtslu í dag, og í Hoyvíkar skúla hugsa tey eisini um, hvussu telefonnýtsla kann skipast og tálmast, og tí royna tey hetta tvær vikur um árið. Hoyvíkar Skúli hevur ein telefonpolitikk, sum loyvir næmingum í 4. 9. flokki at nýta telefonina í fríkorterinum, men næmingar í 1. 3. flokki ikki sleppa at brúka telefonina í skúlatíð. Hans Jón Thomsen sigur, at tey tíma ikki at banna telefonnýtslu, men vilja vegleiða og upplýsa um nýtsluna og fyribyrgja ovurnýtslu. Emma Sannino og Torstein Sivertsen, næmingar í 9. flokki, halda telefonfríu vikuna vera góða. Tey bæði siga, at tað er gott at varpa ljós á telefonnýtslu, men næmingar í framhaldsdeildini brúka ikki so nógv telefonina í fríkorterinum vanliga. Vit viðgera heiðurslønirnar, sum The Americana Music Assosiation lat í ár. Eisini geva vit pláss fyri nøkrum klassikarum hjá sangskrivarahjúnunum Felice og Boudelaux Bryant. Endaligi hópurin skal ikki telja meira enn 16 leikarar. Tí skulu 12 soldast frá og spurningurin er, um føroyski vongurin skal við til Svøríkis, har EM endaspælið skal spælast. Kappingin er hørð, tilsamans seks vengur hava fingið boð til bruttohópin. Teirra millum Magnus Landin, Lasse Svan og Hans Lindberg. Tá HM endaspælið var í januar í ár, varð Jóhan á Plógv Hansen ikki við í endaliga hópinum, men skaðar raktu liðið og føroyski vongurin varð boðsendur og spældi tilsamans átta dystir. Tá gjørdist Danmark heimsmeistarar. Verjumálaráðharrin sigur, at endamálið við vitjanini er at styrkja sambandið við Grønland, við tættari og regluligum politiskum samskifti við sjálvstýrismyndugleikarnar um verju og trygdarpolitisk mál. Á vitjanini, sum verður í tveir dagar, fer Trine Bramsen millum annað at hitta landsstýriskvinnuna í uttanríkismálum, Ane Lone Bagger. Í ár eru 100 ár liðin síðani Walter Groupius stovnaði Bauhaus skúlan, sum eitt nú kollvelti fatanina av arkitekturi og sniðgeving. Og fyrst í sendingini fara vit, saman við Alberti Isfeld, arkitekti, at hugleiða um eitt nú søgu og týdning. Norðurlandahúsið er ein hin fremsti mentanarstovnurin í Føroyum. Og hvussu hevur nú árið hildnast í Norðurlandahúsinum Vit hitta stjóran Gunn Hernes. Vit hitta eisini Hanus Samró, sum er á gáttini við nýggjari bók, Stríðið um proteinini og útflutningurin til Sovjet . Ann Britt Fríðheim Mortensen hevur tikið við sum nýggjur leiðari í Kvinnuhúsinum, og í dag er hon Hósdagsgestur í Nón. Tú kanst hoyra sendingina her Veðurlagsbroytingar og vaksandi geopolitiskur áhugi merkja politiska gerandisdagin í Grønlandi í dag. Tó eru eisini aðrar avbjóðingar í grønlendska gerandisdegnum. Fólkið er farið á gøturnar at mótmæla júst samtyktu fíggjarlógina, og sosialar og útbúgvingarligar avbjóðingar eru framvegis í grønlendska samfelagnum. Í fiskivinnuni gongur væl, og grønlendingar eru farnir at byggja nýggj og stásilig skip. Luttakarar Kim Kielsen, landsstýrisformaður, Thomas Munk Veirum, redaktørur hjá KNR, Johanna Lava Køtlum, Gestur Hovgaard, samfelagsfrøðingur. Tað gongur væl í grønlendsku fiskivinnuni. Jógvan Tróndarson í Havn hevur í nógv ár siglt sum skipari í rækjuflotanum hjá Royal Greenland. Í løtuni er hann staddur Bilbao í Spania, har hann skal heinta nýbygningin, Avataq. Ein stórur og nýtmótans rækjutrolari, ið lastar túsund tons av rækjum á plattum. Fyrr í dag tosaðu vit við Jógvan Trónarsson um bjartskygnið í grønlendsku fiskivinnuni. Er tað rundfrystur fiskur á Nærabergi og Norðborg Tað er spurningurin, sum skilur Hanus Hansen, reiðara á Nærabergi, og Pól Huus Sólstein, stjóra á North Pelagic, sum selur fiskin hjá Norðborg. Hanus Hansen sigur, at svartkjafturin hjá Norðborg verður virkaður á ymiskan hátt og tí kann hann ikki samanberast við svartkjaftin á Nærabergi, tí har kann fiskurin einans frystast. Tað passar ikki, sigur Pól Huus Sólstein, tí hann sigur, at fiskurin á Norðborg í allarstørstan mun er frystur á sama hátt sum á Nærabergi. Tann parturin av svartkjaftaveiðuni, sum verður framleiddur á annan hátt, er í so lítlum nøgdum, at tað sæst ikki aftur í prísinum. Nú hava vit hoyrt nógv um, hvør ein av risunum í føroyskari fiskivinnu er nevniliga Samherji. Spurningurin er so, hvør hin fiskivinnurisin er. P.P. Parlevliet og Van der Plas group eru hálendsku parteigararnir hjá Hanusi Hansen. Teir eiga einsamallir P.P. Kollafjørð Pelagic, og í byrjanini forvunnu teir nakað av peningi har. Men Hanus Hansen sigur, at teir forvinna at kalla einki upp á annað virksemi. Teir eru annars nevndir í yvir 20 partafeløgum í Føroyum sum nevndarlimir, nevndarformenn ella parteigarar. Men tað er so uttan at tjena nakað serligt, sigur Hanus Hansen, sum nevnir eitt einstakt vinningsbýti uppá fýra fimm milliónir til hálendingar hesi seinastu árini. Fáar fyritøkur hava verið meira í brennideplinum seinastu tíðina, enn júst kinesiska Huawei. Og Føroyar hava verið sum lús millum tvær negl, tá ið umræður kinesisku telefyritøkuna. Tí meðan fleiri lond, sum vit vanliga sammeta okkum við, hava vent Huawei bakið, hava Føroyar tikið ímóti kinesisku fyritøkuni við opnum ørmum í øllum førum til í dag. Ein teirra, sum kann sigast at sita báðu megin borðið í hesum førinum, er Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkin, sum samstundis er í starvi hjá Huawei sum serligur ráðgevi. Vit kunnu ikki lata listina fara fyri skjeyti, tí Listasavnið ikki hevur fingð tær ábøtur, sum tað langt síðani átti at fingið, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður. Hann hevur biðið Fíggjarnevndina játta Listasavninum fýra milliónir krónur aftrat. Tað eru ikki bara dýr, sum bøndur skulu taka sær av. Í Røst treingja húsini eisini til eina hjálpandi hond. Kari Anne hevur fingið serkøn fólk at umvæla vindeyguni. Sondre Bratland bjóðar til jólahugna í Jakobs kirke í Oslo. Konsertin verður, nú 25 ár eru liðin síðan upprunainnspælingina í Føðikirkjuni í Betlehem. Bratland og Knut Reiersrud gittar, Iver Kleive, orgul og Paolo Vinaccia, slagverk. Jólafyrireikingarnar eru í gongd á Kastanjugarði. Jólagávan hjá Theresu er ein deiggjspann úr træ, hana hava Frank og ein vinmaður gjørt við gomlum bøkjaraamboðum. Johan og Alma hjálpa hvørjum øðrum við jólatræsfótinum, og Theresa og Frank gera rósuberjalikør. Seinast gekst ikki so væl, so hesaferð gera tey heilt eftir uppskriftini. Í kvøld koma rithøvundarnir Maja Lunde og Lars Mytting. Maja Lunde og teknarin Lisa Aisato skulu tosa um ta sera væl dámdu Snøsøsteren. Føroyingar, sum taka grind við sær til Danmarkar, uttan neyðug loyvi, kunnu rokna við at fáa 5.000 krónur í bót fyrstu ferð og 10.000 krónur í bót aðru ferð, teir hava grind við sær. Tað stendur í svarinum, sum Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, hevur fingið frá danska umhvørvis og matvøruráðharranum, Leu Wermelin, sum hann spurdi um grindina. Sjúrður Skaale spurdi, um tað er rímiligt, at hald verður lagt á tvøst, sum ríkisborgarar taka við sær úr Føroyum til Danmarkar, umframt at teir fáa bót fyri tað. Lea Wermelin, umhvørvis og matvøruráðharri, vísir í svarinum á, at Danmark fylgir ásetingum viðvíkjandi hóttum djóra og plantusløgum hjá ES. Har er grindahvalur av órøttum skrásettur sum hótt djóraslag. Í ST ásetingum verður grindahvalur ikki flokkaður sum hótt djóraslag. Tó eru serlig undantøk í Danmark, sum hava við sær, at tvøst í ávísum førum kann innflytast úr Føroyum og Grønlandi til Danmarkar. Tað er loyvt at innflyta upp í 10 kilo av tvøsti til Danmarkar til egna nýtslu, um tú hevur fingið loyvi frá bæði donskum og føroyskum myndugleikum fyrst. Eru hesin loyvi ikki fingin, kanst tú vænta at fáa 5.000 krónur í bót fyrstu ferð og 10.000 krónur aðru ferð, hevur tú tvøst í viðførinum. Í somu kunngerð fær Grønland sersømdir, sum gera, at grønlendingar fáa ikki bót, men hald verður lagt á grindina, og teir fáa eisini aina ávaring. Í svarinum greiðir Lea Wermelin eisini frá, at seinastu trý árini hava fimm føroyingar fingið bót fyri at hava tvøst við sær til Danmarkar. Væntandi koppseting í heimsins fátækastu londum hevði við sær, at 142.000 fólk doyðu av meslingum í fjør. Talan var um ein vøkstur upp á 15 prosent, skriva tíðindastovurnar Ritzau og DPA. Tað upplýsir heimsheilsustovnurin, World Health Organization. Stovnurin metir, at 9,8 milliónir fólk fingu meslingar í 2018, tað er ein triðingur fleiri enn árið fyri. Í teimum londunum búðu helvtin av teimum, sum doyðu, men sjúkan finst mest sum í øllum londum, sigur WHO. Tey flestu, sum doyðu í 2018, vóru børn undir fimm ár, upplýsir WHO. Tað ber til at fyribyrgja meslingum við at koppseta børnini, men tað verður ikki gjørt í nóg stóran mun, sigur aðalskrivarin í WHO, Tedros Adhanom. Hann vísir á, at koppsetingin av børnum hevur verið minkandi seinastu 10 árini, og tí tekur sjúkan seg upp. Tað er neyðugt, at 95 prosent av fólkinum verða koppsett, fyri at forða sjúkuni í at breiða seg, men í fjør vórðu bert 86 prosent koppsett. Koppsetast skal tvær ferðir, og minni enn 70 prosent vórðu koppsett aðru ferð. Eisini í ár er gongdin skeiva vegin, tí meslingar gera um seg í fleiri londum, millum annað Samoa, Demokratiska Lýðveldinum Kongo, Madagaskar, Nigeria og Ukraina, upplýsir heimsheilsustovnurin. Tað sigur Ann Britt Fríðheim Mortensen, sum hevur tikið yvir sum leiðari í Kvinnuhúsinum eftir Elin Reinert Planck, ið hevur røkt starvið seinastu 25 árini. Eg brúki altíð nógva tíð at kanna og fylgja við í tí aktuella, sum gongur fyri seg í samfelagnum, so eg kann brúka tað í mínum krimisøgum, sigur Jógvan Isaksen, sum enn einaferð er aktuellur við eini krimiskaldsøgu. Og hesa ferð er bakgrundin brandaktuell. Í nýggju krimisøguni Arktis eftir Jógvan Isaksen eru loyniligar samráðingar millum Kina og landsstýrið ein kjarnin. Ein annar kjarni er, at Føroyar aftur eru vorðnar áhugaverdar í hernaðarligum høpi. Jógvan hevur givið 10 krimiskaldsøgur út um Hannis Martinson, og hetta er tann sætta um William Hammer. Nú umhugsar Jógvan, at tað næstu ferð rennur saman millum teir báðar. 41 ára gamli Bjørn Jakobsen hevur hjálp fyri neyðini, so hann kann læra seg at stýra sær og sínum ógvisliga sinni, tí fer hann á intensivt skeið, sum byggir á mindfulness, at minka um strongd. Men byrjanin er ikki góð, tí ferðslan á veg til skeiðið ger, at hann er komin upp í reyða umráðið. Louise Steffensen stríðist víðari á skeiðnum í Anger Management, og hetta er fyrstu ferð, henni eydnast at stýra illsinninum. Returvatnið frá sjóhitaskipanini er kaldari, tá ið tað rennur frá hitaskipanini, og er tá stutt til tað frystir. Skipaninn var sett til hósdagin, og so skuldi skoytubreytin verið klár hjá øllum at brúka leygardagin seinnapartin, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, við morgunsendingina. Ein, sum fyrr skoytaði nógv í gøtunum í Klaksvík, er Marjun Lómaklett. Hon segði við morgunsendingina, at hon gleðir seg til breytin letur upp, so hon kann royna síni skoytikynstur aftur. Søren arbeiðir seg spakuliga upp aftur úr sálarligu sinnistyngdini . Samstundis hugsar hann nógv um, at summi í familjuni hava verið sálarliga skiftandi, serliga abbin, sum var bipolar. Gestir Ingi Højgaard, advokatur, Sjúrður Skaale, fólktatingslimur, Bill Justinusse, formaður í uttanlandsnevndini, Georg L. Petersen, tíðindaleiðari KvF, Eirikur Lindenskov, blaðstjóri Sosialurin og Jón Brida Hvidtfelt, formaður í Føroyskum Miðlafólki. Fýra bilførarar hittast. Teimum dámar øgiliga væl bilar, og teir og bilarnir skulu verða við í hørðum kappingum. Einans vinnarin fer víðari til finalurnar. Programmleiðarar Molly Pettit og Torfinn Borkhus. Reglurnar snúgva seg um, at pláss skal vera fyri, at fólk lata vera við at drekka til eitt jólaborðhald, og at henda avgerð verður vird. Orsøkirnar til, at fólk velja, at lata vera við at drekka júst hetta kvøldið, kunnu vera so nógvar, og tá er tað ikki serliga hugaligt, at øll spyrja, hví tey ikki drekka, og um tey eru vís í, at tey ikki vilja hava ein lítlan. Soleiðis sigur Lív Justinussen, sum er samskipari á fyribyrgingardeildini hjá Bláa Krossi Føroya, sum saman við Beintu Atladóttir vitjaðu í útvarpsstovuni. Eisini heita tey í Bláa Krossi á tey, sum skipa fyri jólafrokostum, um at hava góðar alkoholfríar møguleikar til tey, sum ikki ynskja at drekka, soleiðis at hesi eisini kenna seg vælkomin í veitsluni. Skúladepilin í Marknagili verður ikki liðugur í ár. Tað boðar byggiharrin frá, hálvt annað ár eftir at skúladepilin varð tikin í nýtslu, eftir summarfrítíðina í 2018. Í mai mánað játtaði løgtingið 23,9 milliónir krónur afturat til at gera skúladepilin lidnan. Tá varð verklagslógin eisini longd til at fara úr gildi á nýggjárinum. Sambært Landsverki er orsøkin í høvuðsheitum tann, at prosjekteringin og arbeiðini drógu so mikið langt út, sum tey gjørdu, at ráðgevar og arbeiðstakarar komu í ta støðu, at tey arbeiðir, ið teir skuldu fara til eftir byggingina av skúladeplinum stóðu og vóru byrjað. Starvsfólk vóru tí flutt til nýggjar verkætlanir, og hevur tað síðani verið tíðarkrevjandi at fáa arbeiðstakarar at binda seg til at fáa arbeiðini gjørd liðug. Aðrar avbjóðingar hava eisini stungið seg upp, og eru vaksnar í vavi og tykist ikki møguligt at fáa hesar avgreiddar í ár. Tí er greitt, at eitt nú sólavskerming av rútunum, samanstoyping av elementum, ventilatión og arbeiðið við jarðhitaskipanini verður ikki liðugt í ár. Sambært lógaruppskotinum, ið er lagt fyri løgtingið í dag, skulu ikki játtast fleiri pengar til at byggja skúladepilin. Talan er bara um at leingja gildistíðina á verandi lóg. Ongir pengar verða settir av til fyrireikandi arbeiði til Suðuroyartunnilin næsta fíggjarár, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum. Tað sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður. Stóri knúturin í trætuni er, um danskar lógir og treytir skulu vera galdandi fyri flogternur hjá Atlantic Airways, sum eru búsettar í Danmark. Súlan, danska fakfelagið Flyvebranchens Personale Union og Føroya Arbeiðsgevarafelag høvdu freist til klokkan 13 dag til at taka støðu til eina skitsu til eina loysn. Um tað slitnar millum partarnar, kann verkfall ella verkbann lýsast við 14 daga freist. Hvørgin parturin vil siga, hvussu eitt slíkt stríðsstig fer at ávirka flúgvingina hjá Atlantsflog. Í eini talu í London í dag vísti Corbyn eina loyniliga frágreiðing hjá stjórnini, sum, sambært honum, vísur, at tað verður toll eftirlit millum NorðurÍrland og fastlandið við tí avtaluni, sum Boris Johnson hevur samráðst við ES um. Hetta vísur greitt, hvussu oyðileggjandi avleiðingar av brexit avtaluni hjá Johnson verða fyri meginpartin av okkara landi, segði Corbyn. Jeremy Corbyn og Boris Johnson hittast í kvøld í kjaksending í BBC fyri seinastu ferð áðrenn valið. Hildið verður, at loyniliga frágreiðingin verður eitt av høvuðsevnunum. Týdningarmesti boðskapurin hjá Johnson undir valstríðnum er at fáa brexit avgreitt, trý ár eftir fólkaatkvøðuna í 2016. Men hetta er villleiðandi, sigur Corbyn. Frágreiðingin hjá stjórnini vísur, sambært formanninum í Labour, at tað verður bæði tollavgreiðsla og trygdareftirlit millum NOrðurÍrland og resta av Bretlandi, og tað er beint øvugt av lyftinum hjá Johnson um, at einki mark skal verða. Tað er sera torført at fáa innlit í samansetingina av samtakinum JFK og eisini hálendsku ognarviðurskiftunum í samtakinum. Einans við at fara neyvt niður í rokniskapir í fleiri feløgunum ber til at fáa eitt yvirlit. Her ber til at síggja, hvussu ognarviðurskiftini eru. Kringvarpið hevur tosað við grannskoðaran hjá JFK Hans Laksá og hann váttar hesa samansetingina. Hann sigur somuleiðis, at tað er ikki eitt lógarkrav at vísa uppbygnaðin í samtøkum í rokniskapum. Samtøkini Varðin, Palli hjá Marionnu og Framherji vísa sín uppbygnað sera greitt í rokniskapinum hjá móðurfelagnum. Vinnunevndin vil vita meira um útlendskan eigaraskap í fiskivinnuni. Tað sigur Bjørt Samuelsen, forkvinna í Vinnunevndini, sum vegna nevndina hevur sent fleiri spurningar til Fiskimálaráðið í dag. Vit hoyra 9. part av jólakalendaranum Konan, ið varð lítil sum ein teskeið . Sara Kadefors og Alf Prøysen eiga handritið. Hetta er ein jólakalendari, sum vit hava fingið úr Svøríki. Søgan var fyrru ferð at hoyra í 2012 Bogi Andreassen, formaður í vinnunevndini í Tórshavnar Kommunu, leggur í hesum døgum uppskot fram um at fáa til vega eina pulju av pengum, sum skulu brúkast til at geva tónleikarum, sum spæla á pallum í Tórshavnar Kommunu, minstuløn fyri at spæla. Við pallar meinar Bogi við bæði privatar og almennar pallar. Umframt at vera formaður í vinnunevndini og býráðspolitikkari er Bogi Andreassen stjóri í Reinsaríinum í Havn. Sostatt hevur hann fleiri kaskettar uppiá. Men hann leggur dent á, at hann ikki sjálvur skal taka støðu til, hvør skal fáa stuðul til minstuløn úr puljuni tað skal ein politiskt óheft nevnd gera, sigur Bogi. Í fyrstu atløgu verða, sambært Boga, umleið 200 300.000 krónur í puljuni. Hetta er ikki nógv, ikki ein gong eitt ársverk. Men hetta er góð ein byrjan, heldur Bogi, sum vónar, at hann fær undirtøku í býráðnum fyri uppskotinum. Eisini vónar hann, at landsstýrismaðurin í mentamálum, Jenis á Rana, fer at fáa hetta í lag fyri alt landið. Bogi vónar sjálvur, at hetta fer at eggja nýggjum bólkum til at koma á pall at spæla. Bogi Andreassen var gestur í vikuskiftissendingini Árliga jólakonsertin hjá Tórshavnar Manskóri verður sunnudagin í Vesturkirkjuni. Solistur í kórinum verður Daisy Johannesen Lolk, sum býr í Danmark. Einsini fer Tórshavnar Kamarkór undir leiðslu av Bernhardi Wilkinsson at syngja á konsertini. Mads Winther er formaður í kórinum. Hann greiðir frá um konsertina umframt kórsang sum frítíðarítriv. Hetta er balsam fyri sálina, sigur Mads, sum vónar nú, hann er komin nakað til árs at hann kann halda fram at syngja við kórinum eina góða tíð afturat. Vit eru í løtuni nógvir mans í kórinum, eini 50 í tali, sigur Mads. Tí setur tað serlig krøv til karmarnar til venjingarnar hjá kórinum, sum nú hevur fingið innivist í auluni í skúlanum á Argjum. Hetta passar okkum fínt, heldur Mads, og tað ger tað ikki verri, at eitt flygil eisini er tøkt hjá okkum at brúka. Mads Winther var gestur í vikuskiftissendingini At Alex er unnusti hjá Malou er ein trupulleiki, tá hann ætlar sær at fara eftir øðrum gentum. Tí tað er altso lættari hjá Malou at fáa áhugað mannfólk, enn tað er hjá Alexi at fáa gentur, sum kunnu liva við, at hann er í opnum parlagi. Lea hevur fingið størstu avbjóðing í lívinum, tá hon skal í Radio24syv at ávara systkini um eina lívshóttandi arvasjúku. 17 ára gomul fær Lea bræv, har tað stendur, at hon skal kannast fyri eina sjáldsama arviliga, lívshættisliga sjúku. Tað er donorpápi Leu, sum kanska hevur borið sjúkuna víðari til hana. Hon hevur hana tíbetur ikki, men hinvegin kemur hon eftir, at hon eigur 68 systkin, sum kanska hava sjúkuna, og bert fá teirra hava fingið boðini. Til ber at forða sjúkuni, um viðgerð verður givin tíðliga í lívinum, tí ger Lea av at ávara tey. Men tað er lættari sagt enn gjørt, tí Lea stríðist við sosialfobi, angist og vánaligt sjálvsálit. Í 19 ár hava Einar og Illona Røe livað hvør sær, fyri at uppfylla dreymin um at skapa sítt egna livibreyð í Sandøybotn í Sørøya, samstundis sum synirnir fáa vanliga skúlagongd. Men nú nærkast tíðin, tá tey aftur verða sameind. Hesaferð hitta vit Ole Gr nbaum, sum hevur latið dyrnar upp til eina aðra tilvitsku. Og so sjónleikaran Christian, sum í dag brúkar shamanismu og trummudans til at víðka um tilvitskuna. Sangarin Kim Rysstad og orkestrið, KORK, hava fleiri góðar solistar og vinir til jólakonsert í Jákupskirkjuni í Oslo. Ella Marie Hætta Isaksen, Marthe Wang, Annbjørg Lien og Trygve Skaug. Programleiðari er Line Andersen. Í kvøld koma rithøvundarnir Tore Skeie, Trude Marstein og Tharaniga L. Rajah. Hvitekrist eftirTore Skeie er um harðskapsmannin, sum gjørdist halgimenni í víkingatíðini. Í bókini hjá Tharaniga L. Rajah, Det er lenge til skumring, er ein samiskur statur stovnaður. Og popptrioin No. 4 spælir fyri okkum. Í Alviksskúlanum í Lule hava nakrir lærarar bygt eitt talgilt umhvørvi upp, har hava tey eitt konsept, tey kalla Storyfication. Katarina Eriksson, sum arbeiðir í skúlanum, greiðir frá. Sigrun Johannesen var bara 22 ára gomul, tá hon læt klædnahandilin Insito upp, sum bæði omman og mamman høvdu rikið áðrenn. Hon hevur altíð verið glað fyri ta avgerðina og kundi ikki hugsa sær at gjørt nakað annað. Guðrun Sólja Jacobsen og John Petersen vitja í leygardagssendingini, og við sær hava tey tvær søgur í part, har onnur er sonn, meðan tey pella í hinari. Um danska ættleiðingarfelagið, Danish International Adoption, ella DIA, ikki fær neyðugu fíggingina á nýggjárinum, fer ikki at bera til hjá føroyingum at koma á teirra lista til altjóða ættleiðingar eftir fyrsta januar. Hetta er ein roynd hjá DIA at leggja trýst á danskar myndugleikar fyri at fáa størri játtan, sigur Súsanna Nordendal, virkandi stjóri í Familjufyrisitingini. Sigrun Johannesen er boðin til Kaffiduss. Aftaná luttakað Símun Gullaksen, Turið Horn og Rógvi B. Dam í Kjakaríinum, og síðani pella John Petersen og Guðrun Sólja Jacobsen fyri hvørjum øðrum. Mirjam Pætursdóttir og Eyðfinn Jensen eru vertir. Bjørg Lassen og Jógvan Asbjørn Skaale løgðu í hesari sendingini lunnar undir eina heilt aðra matmentan í landinum. Rivini, sum higartil hava verið slongd í eina skuffu og so í ovnin, verða til ein fullkomiliga øðrvísi rætt. Væl gagnist. Vakra viðarlundin er ein sannur dýrgripur í Kunoy, og næsta ár eru 100 ár síðani hon varð gróðursett. Viðarlundin er eitt av evnunum, tá Kunoyarbygd sunnukvøldið fer at seta dám á Frætt og Fregnað. Vit hitta eisini eina tailendska kvinnu í Lopra, sum kom til Føroya fyri 10 árum síðani at arbeiða á fiskavirki, so børnini kunnu ganga í skúla heima í Tailandi. Í frítíðini ger hon vakrar blómur úr nylonklæðum. Og í Oyndarfirði síggja vit eina byrsu, ið hevur eina serliga søgu. Lagt til rættis Tórður Mikkelsen og Jógvan Eli Dam Í fíggjarlógaruppskotinum, sum landsstýrið sendi løgtinginum fríggjadagin, verður biðið um at hækka játtanina til sendistovuvirksemið við 2,6 milliónum krónum. Í viðmerkingunum stendur, at hóast handilsliga og vinnuliga samstarvið annars millum Føroyar og Ísrael er avmarkað í løtuni, eru stórir møguleikar í einum tøttum samstarvi við Ísrael. Landsstýrið hevur í fíggjarlógaruppskotinum markað tvær milliónir krónur til at kanna og gera eina sonevnda koyriplan til, hvussu netparturin kann skiljast frá SEV. Fult gjøgnumskygni skal vera grundarlag undir, at privatar fyritøkur skulu hava møguleika at leiga og framleiða seg inn á elnetið, og síðani selja. Pengarnir skulu ístaðin latast Ítróttarsambandi Føroya, sum skal lata pengarnar víðari til Hondbóltssamband Føroya, sum hevur havt eykaútreiðslur av hondbóltsdystunum hjá føroyska mansliðnum. Hondbóltssambandið hevði fitt av óvæntaðum eykaútreiðslum í sambandi við, at heimadystirnir til undankappingina í EM 2020 vórðu spældir í Danmark, tí ongin høll er í Føroyum, sum lýkur krøvini hjá Evropeiska Hondbóltssambandinum. Listaskúlin í Sandoynni hevur verið nevndur í fíggjarlógum líka síðani 2003. Men enn er eingin spaki settir í nakra jørð í oynni til endamálið. Áhugin fyri landsliðsvenjarastarvinum hevur verið stórur. Sambært forsetanum í FSF, hevur Fótbóltssamband Føroya fingið fleiri enn 100 umsóknir. Nú er heilt fáir kandidatar eftir, og FSF er í beinleiðis samráðingum við ein venjara, sum tey halda skal standa á odda fyri A lanndsliðnum. Fiskiskapurin eftir rækjum í Barentshavinum er vaksin seinastu árini, og alsamt fleiri skip undir russiskum flaggi eru virkin í hesum fiskiskapi. Ein áseting varð tó sett inn í avtaluna um, at Russland fer at kanna møguleikarnar fyri at lata Føroyum 500 tons av rækjum afturat. Russiska kvotan av svartkjafti í føroyskum sjógvi verður 82.000 tons í 2020. Talan er um eina øking upp á 1.000 tons í mun til 2019. Aðrar kvotur til russisk skip í føroyskum sjógvi vera óbroyttar í mun til 2019. Seinasta árið hava eftirlitsmyndugleikarnir hjá Føroyum og Russlandi samskift um at fáa í lag eina avtalu um talgildar veiðifráboðanir. Føroyar hava framman undan slíkar avtalur við Noreg og við Ísland avtalan við Russland fylgir sama leisti. Komið er nú undir land við avtaluni, og londini eru farin undir at royndarkoyra skipanina. Ætlandi verður ein avtala undirskrivað millum londini komandi ár. Ein skipan við talgildum veiðifráboðanum fer at lætta um samskiftið millum eftirlitsmyndugleikarnar og millum skip og myndugleikar. Løgini Someone Like You og Rolling In The Deep frá 21 eru longu rokk klassikarar, og annað kent lag frá útgávuni er Set Fire To The Rain. 21 er á Top 20 yvir mest seldu útgávurnar yvirhøvur. Aftur hesuferð er posin gott blandur við miðlagóðgæti. Vit fara hugna okkum við tí grovu samfelagsrevsandi satiruni í amerikansku animatións sendirøðini South Park , síðani fara vit at de konstruera klassisku krimi genr una í spildur nýggja lminum Knives Out eftir Rian Johnson, og síðst men avgjørt ikki minst, fara vit ein túr aftur í tíðina við at hyggja at Apocalypse Now eftir Francis Ford Coppola, nú sum Final Cut. Í Nón greiddi Rolf Guttesen frá, hvussu hann hevur arbeitt við bókini seinnu árini. Bæði nýtt og gloymt kemur undan kavi. Millum annað kemur fram, at Nólsoyar Páll ikki var sjónligur í føroyska samfelagnum frá fyrst í 1800 til umleið 1880, tá brúk var fyri hetjum í føroyska studentaumhvørvinum í Keypmannahavn. Skemtisendirøðin, South Park, gjørdist síðst í 90unum bæði víðagitin og samstundis illgitin fyri sítt spottandi, svarta og surrealistiska huglag og skemt. Eingin kundi kenna seg tryggan frá hvassa samfelagskritikkinum, sum skapararnir handan sendirøðina, Trey Parker og Matt Stone, borðreiddu við. Amerikanski filmsleikstjórin, Rian Johnson, kom í andglettin í fjør, tá hann bæði skrivaði og leikstjórnaði Star Wars film nummar átta, The Last Jedi. Filmurin fekk misjavna móttøku, eitt nú serliga tí Johnson flutti ov nógv runt uppá ta siðvandu Star Wars søguna og søgutilgongdina. Líka síðani meistaraverkið Apocalypse Now, eftir Francis Ford Coppola, kom út í 1979, er filmurin vorðin næstan ein mýtologisk forteljing í sær sjálvum, tí søgan um filmin fyllir næstan líka nógv, sum filmurin sjálvur. Apocalypse Now verður av nógvum skýrdur sum ein tann besti krígsfilmurin nakrantíð gjørdur, men vit skulu tó heilt fram til 2019 fyri, at leikstjórin sjálvur gevur sína endaliga útgávu av filminum út, nevniliga Apocalypse Now Final Cut. Vit hoyra 10. part av jólakalendaranum Konan, ið varð lítil sum ein teskeið . Sara Kadefors og Alf Prøysen eiga handritið. Hetta er ein jólakalendari, sum vit hava fingið úr Svøríki. Søgan var fyrru ferð at hoyra í 2012 Fram við Lake Superior í Kanada vaksa etandi hundalond, ið verða rópt skógarhønur. Óloystar gátur eru um duldarfullar kullur við vatnsbakkan. Vatnið fevnir víða landafrøðiliga og jarðfrøðiliga, og plantumeingið er stórt. Ymisk trø, kjarr, runnar og nógv ber vaksa í borealskóginum, ið yvirlivir kavavetrar, ódnir, pakkís og torustormar. Fuglar og stór síl eru úti á vatninum. Á landi renna revar, harur, jarðaríkorn, stinkdýr, tindasvín, úlvar, bjarnir, fjallaleyvur, reinsdjór og elgar, ið eisini eru etandi. Umhvørvisstovan hevur enn ikki havt stundir at kanna nýggju upptøkurnar, men fer í næstum at hyggja nærri at teimum, sigur Suni Petersen, deildarleiðari. Eisini hevur landsstýriskvinnan í almannamálum biðið um pengar til dagtilboð og arbeiðstilboð til fólk, sum eru undir 67 ár og hava demens. Markamótsnevndin hevur staðfest, at landið eigur hesa uppgávuna. Í 2017 lat dagtilhald til hesi fólkini upp í Havn. Brúk er fyri slíkum tilboðum uttanfyri miðstaðarøkið. Landsstýriskvinnan ætlar tí at skipa slíkt tilboð næsta ár. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna, ætlar eisini at styrkja virksemið hjá Dugna, so fólk, sum hava skerdar arbeiðsførleikar, tí tey hava demens, alzheimer ella aðrar avbjóðingar, fáa arbeiðstilboð. Løgreglan fekk klokkan 18 25 mánakvøldið fráboðan um, at ein maður í Miðvági hótti við at gera sjálvmorð, upplýsir Føroya Politi í tíðindaskrivi í morgun. Tann, ið boðaði frá, segði, at maðurin hevði eina høglbyrsu, og at hann hótti við at skjóta. Løgreglan sendi fólk á staðið, sum avbyrgdu økið. Tá løgreglan kom á staðið, skeyt maðurin fleiri ferðir eftir løgregluni. Skotini raktu ein løgreglumann, tó ikki meint, sum tað stendur í tíðindaskrivinum. Løgreglan svaraði aftur við skotum, sum raktu mannin. Støðan hjá manninum, sum varð raktur av skotunum hjá løgregluni, er í løtuni óviss, sambært løgregluni. Løgreglan í Keypmannahavn og Ríkisløgreglan skulu nú viðgera málið orsakað av leiklutinum hjá løgregluni í skottilburðinum í gjárkvøldið. Hoyr samrøðuna við Steen Nørskov, sjefpolitiinspektør hjá løgregluni í Føroyum, sum útvarpið tosaði við í tíðindasendingini klokkan níggju, her. Ein av søgunum er søgan um kaninina Speedy, sum ikki dámar gularøtur, og hana hevur níggju ára gamla Sofía Jóhansdóttir Troest skrivað. Morgunsendingin hevur vitjað Sofíu, Eir og Speedy. Fólk halda ofta, at tað kann vera trupult at fáa eina løggilding frá Heilsufrøðiligu til teirra virksemi, men tá tey hava ráført seg við Starvsstovuna, eru ikki nógv bein í at fáa eina løggilding, sigur Malan. Hetta er ein kanning av trivnaði og heilsu hjá vaksnum fólki í Føroyum. Fólkaheilsuráðið vil við kanningini finna útav, hvussu raðfestast skal við átøkum á heilsuøkinum á skynsamasta hátt og harvið betra um fólkaheilsuna. Hevur tú ivamál um eitthvørt, tá tað snýr seg um sjúku, starvssetan ella fráfaring til dømis, so ert tú altíð vælkomin at ringja til Starvsmannafelagið, sigur Dánjal Højgaard, sum millum annað tekur sær av samskiftinum hjá felagnum. Men tørvar tær meira kunning, ella hevur tú hug til at kanna sjálv, so hava allir limir felagsins fingið brúkaranavn og loyniorð sendandi við telduposti, soleiðis at tey kunnu rita inn og lesa. Stuldurin er gjørdur umvegis eitt pengakort, sum búfólkið hevði. Løgreglan arbeiðir við málinum, og hevur avhoyrt viðkomandi, sum hevur játtað seg sekan. Meira enn 100 vaksin fólk bíða eftir útgreining fyri ADHD, og 150 fólk eru til viðgerð fyri ADHD. Líkt er til at bíðitíðin verður styttri, tí Landsstýrið vil stovna eina ADHD klinikk. Klinikkin er mett at kosta 3,3 milliónur krónur um árið. Landsstýrið hevur biðið um góðar 1,6 milliónur krónur til endamálið í 2020. Vit hoyra 11. part av jólakalendaranum Konan, ið varð lítil sum ein teskeið . Sara Kadefors og Alf Prøysen eiga handritið. Hetta er ein jólakalendari, sum vit hava fingið úr Svøríki. Søgan var fyrru ferð at hoyra í 2012 Vit hoyra 12. part av jólakalendaranum Konan, ið varð lítil sum ein teskeið . Sara Kadefors og Alf Prøysen eiga handritið. Hetta er ein jólakalendari, sum vit hava fingið úr Svøríki. Søgan var fyrru ferð at hoyra í 2012 Málið snýr seg um, at landsstýrið bað fútarættin um at áleggja fútabann móti Kringvarpinum at nýta eina upptøku at greiða frá, hvat varð sagt á einum fundi millum landsstýrisfólk og kinesiska sendiharran. Føroyska Uttanríkis og mentamálaráðið vendi sær til sínar starvsfelagar í Danmark annan desember tað vil siga áðrenn fundin í fútarættinum, tá fútabannið kom í gildi. Í hesum sambandi váttaði uttanríkisráðið, at tað kundi skaða sambandið við uttanhýsis samstarvsfelagar, um upplýsingar frá einum afturlatnum fundi varð almannakunngjørt. Vit hoyra 13. part av jólakalendaranum Konan, ið varð lítil sum ein teskeið . Sara Kadefors og Alf Prøysen eiga handritið. Hetta er ein jólakalendari, sum vit hava fingið úr Svøríki. Søgan var fyrru ferð at hoyra í 2012 Vit hoyra 14. part av jólakalendaranum Konan, ið varð lítil sum ein teskeið . Sara Kadefors og Alf Prøysen eiga handritið. Hetta er ein jólakalendari, sum vit hava fingið úr Svøríki. Søgan var fyrru ferð at hoyra í 2012 Vit hoyra 15. part av jólakalendaranum Konan, ið varð lítil sum ein teskeið . Sara Kadefors og Alf Prøysen eiga handritið. Hetta er ein jólakalendari, sum vit hava fingið úr Svøríki. Søgan var fyrru ferð at hoyra í 2012 Tað sigur Jerry Nadler, formaður í rættarnevndini í amerikanska umboðsmannatinginum, sum seinnapartin legði fram ákærupunktini, ið skulu verða grundarlagið undir ríkisrættarmálinum, sum demokratarnir ætla at reisa móti Donald Trump, forseta. Hann hevur hótt integritetin av valinum, og hann hevur roynt at krógva prógvini fyri kongressini, sigur Nadler. Hann sigur eisini, at Trump er ein vandi fyri USA og landsins trygd. Formaðurin í rættarnevndini, Jerry Nadler, og Adam Schiff, sum er formaður í fregnartænastunevndini, leggja høvuðsdentin á tvey punkt, sum teir halda stríða ímóti grundlógini, og tí eru nóg grund til, at forsetin eigur at verða koyrdur frá. Forsetin hevur við gerðum sínum sett trygdina í vanda í royndini at fáa egnan fyrimun, og samstundis hevur hann roynt at forða kongressini at kanna, hvat hevur hent. Trump og løgfrøðiligu ráðgevar hansara hava higartil sýtt fyri at verða avhoyrdir, tí eftir teirra tykki er tilgongdin órímilig. Trump hevur skrivað á Twitter, at tilgongdin er politiskur ørskapur. At fara undir eitt ríkisrættarmál móti einum forseta, sum kann vísa á úrslit og kanska sterkasta búskap í landsins søgu, er politiskur ørskapur, sigur hann. Ein meiriluti í rættarnevndini skal samtykkja ákæruritið, sum síðani verður sent umboðsmannatinginum, har demokratarnir hava meirilutan. Tí verður roknað við, at tað verður samtykt, kanska longu í næstu viku. Orsøkin til, at farið er undir tilgongdina móti einum ríkisrættarmáli móti forsetanum, er, at Donald Trump í summar ringdi til ukrainska forsetan, og bað hann kanna fyrrverandi amerikanska forsetan, Joe Biden, og son hansara, Hunter Biden, fyri mutur. Kjarnin í málinum er, at Trump legði trýst á ukrainska forsetan. Ein varskógvari boðaði amerikansku fregnartænastuni frá hendingini. Spyrst ríkisrættarmál burturúr, skal tað viðgerast í senatinum, har republikanararnir hava meirilutan. Í minsta lagi tveir triðingar av senatorunum skulu atkvøða fyri at koyra forsetan frá, tað er í minsta lagi 67 av teimum 100 senatorunum. Kinesiski sendiharrin í Danmark hótti løgmann við at steðga tilgongdini at fáa fríhandilssáttmála við Kina, um Huawei ikki fekk arbeiðið at gera 5G netið í Føroyum. Berlingske skrivar, at tann 11. november gjørdi kinesiski sendiharrin, Feng Tie, greitt á tveimum fundum við landsstýrisfólk, at ger Føroya Tele avtalu við Huawei um at byggja 5G netið, so er einki í vegin fyri, at Kina og Føroyar kunnu gera eina fríhandilsavtalu. Fyrri fundurin var við Jenis av Rana, landsstýrismann í uttanríkismálum, og seinni fundurin var við Bárð Nielsen, løgmann, og Jørgen Niclasen, sum varðar av almenna partafelagnum Føroya Tele,. Víðari skrivar Berlingske, at ljóðupptøkan millum Helga Abrahamsen, landsstýrismann í vinnumálum, og aðalstjóran í umhvørvis og vinnumálaráðnum avdúkar, at Bárður Nielsen, løgmaður, hevur á fundi við kinesiska sendiharran gjørt greitt, at landsstýrið leggur seg ikki útí, hvør tele fyritøka skal lata 5G útgerðina til Føroya Tele. Ljóðupptøkan avdúkar eisini, at danska verjumálaráðið hevur nevnt fyri landsstýrinum, at ráðið heldur tað vera best ikki at velja Huawei at lata 5G netið. Luttakarar í sendingini Sigmund Isfeldt, Hallbera West, Jóannes N Dalsgaard, Annfinn Vitalis Hansen, Ruth Vang, Magnus Rasmussen, Aksel V Johannesen og Jákup Mikkelsen Fær Huawei onga avtalu um 5G net, so verður eingin fríhandisavtala við Kina. Hesi vóru boðini frá kinesiska sendiharranum, sambært Berlingske. Tyrlan hevur verið boðsend sjey ferðir í ár, at leita eftir fólki í fjøllunum. Tað stendur í einum yvirliti, Fiskimálaráðið hevur gjørt til Fíggjarnevndina hjá Løgtinginum. Í flestu førum var talan um útlendingar, sum vóru horvnir ella høvdu fingið skaða í fjøllunum. Eitt nú varð leitað eftir útlendskum manni í Fugloy í februar mánaði. Seinni varð leitað eftir útlendskari kvinnu í Sandvík, og tyrlan varð eisini boðsend, tá ein útlendsk kvinna hevði fingið skaða á Kallinum. Umframt at leita eftir fólki í fjøllunum, varð tyrlan eisini boðsend fimm ferðir í sjúkraflutningsørindum frá skipum. Og fýra ferðir varð neyðsignal sent, har tyrlan varð boðsend. Í tveimum førum varð tyrlan send at leita eftir bátum, sum vóru illa staddir. Higartil er tyrlan boðsend 18 ferðir í ár til leiting og bjarging. Tað er munandi minni enn í fjør, tá varð tyrlan boðsend 27 ferðir. Talan er um ein sonevndan føroyskan talukennara, sum fólk kunnu nýta á netinum. Talukennarin skal millum annað gera talu til talgildan tekst og harvið hjálpa lesiveikum. Verkætlanin hevur longu fingið játtað 700.000 krónur í ár, og Mentamálaráðið hevur játtað at hækka játtanina við 300.000 krónum næsta ár til eina millión. Øll verkætlanin er mett at kosta seks milliónir krónur, stendur í verkætlanarlýsingini, sum er send til Fíggjarnevndina í Løgtinginum, at taka støðu til. Føroya rættur varðhaldsfongslaði seinnapartin í gjár ein mann, ið er skuldsettur fyri drápsroynd móti embætismanni í tænastu, í sambandi við ein skottilburð í Miðvági mánakvøldið. Maðurin varð varðhaldsfongslaður í fýra vikur, meðan málið verður kannað. Maðurin varð sjálvur løstaður av skottilburðinum, og liggur á Landssjúkrahúsinum. Maðurin var tí ikki sjálvur í rættinum, tá úrskurðurin varð sagdur, og maðurin varð tí varðhaldsfongslaður in absentia. Ákæruvaldið vildi hava grundlógaravhoyringina fyri afturlatnum hurðum, og tað eftirlíkaði dómarin. Bókmentir kunnu vera terapi. Tað, at tú kanst spegla tær í søguni hjá øðrum menniskja, kann geva tær linna og lívsmót og kenlsuna ikki at vera einsamallur við tí svára. Tí menniskjað er homo narratans, tað forteljandi menniskja. Nevndin hevur tí sent Fiskimálaráðnum nakrar spurningar, nú hon viðger broytingarnar í lógini um sjófeingi, broytingar, sum skulu koma í gildi á nýggjárinum. Lógaruppskotið sigur, at útlendingar kunnu eiga fjórðingin í føroyskum fiskiskipum. Vinnunevndin spyr nú, hvussu nógv útlendingar eiga nú og í hvørjum feløgum. Nevndin spyr, hvussu hesin ognarskapur er settur saman í feløgunum, tað er, hvussu feløg eiga lut í teimum feløgum, sum hava fiskirættindi. Nevndin vil eisini hava at vita, hvussu vinningsbýti, lánsavtalur og gjøld fara millum feløgini, og á hvønn hátt hetta ávirkar feløgini, úrslitini hjá feløgunum, manningarpartar og onnur viðurskifti. Vinnunevndin spyr, hvussu nógvan fisk, feløg við útlendskum kapitali, flyta óvirkaðan úr Føroyum og, hvussu nógvan vinning, feløgini hava av hesum útflutningi. Og so vil Vinnunevndin hava at vita, hvussu føroyska tilfeingið ferðast millum feløgini við somu útlendsku eigarum. Nevndin spyr eisini, um ætlanin er at broyta eftirlitið við útlendskum ognarskapi. Vinnunevndin sigur, at tað er umráðandi at fáa lýst hesi viðurskifti sera gjølla, tí annars hava Vinnunevndin og løgtingið ikki møguleika at taka støðu til spurningin um útlendskan kapital. Samrøðan við Michael Astrup Jensen varð gjørd áðrenn avdúkingina hjá donkum miðlum um, hvat varð sagt á fundinum millum kinesiska sendimannin og landsstýrið. Tær triggjar kommurnar við Skálafjørðin, Sjóvar kommuna, Nes kommuna og Runavíkar kommuna, hava higartil brúkt yvir hundrað milliónir krónur úr kommunukassunum til eldraøkið, sum varð yvirtikið frá landinum í 2015. Teir tríggir borgarstjórarnir siga, at 61 milliónir krónur eru brúktar til rakstur og 40 milliónir krónur til íløgur í seks ár. Kommunurnar eru saman um Roðan, sum er samstarvið um tey eldri. Ætlanin var, tá kommunurnar tóku við eldraøkinum tann 1.januar 2015, at landið skuldi gjalda. Men summar kommunur hava hall og aðrar vinnning av eldraøkinum. Afturberingarlykilin er líka lítið hóskiligur í dag, sum hann var fyri skjótt fimm árum síðani, siga teir tríggir borgarstjórarnir við Skálafjørðin. Síðan hann gjørdist kendur við bólkinum Danny og the Veetos, hevur Danny Baldursson eisini gjørt um seg sum sangskrivari. Í gjár vann hann singer songwriter bólkin á German Songwriting Awards í Berlin við sanginum Holy, sum hann skrivaði í juni saman við Hans Marius Ziska, Esben Svane og Patrick Liegel. Sigurin hevur longu givið Danny fleiri tilboð um sáttmálar, men hesum vil hann bíða við, tí í mars skal hann til Los Angeles, har hann vónar at fáa samband við enn størri útgávufeløg. Burturkast er nakað, sum nógv okkara ikki hugsa víðari um, tá vit hava tveitt tað í ruskspannina, men tíbetur fyri umhvørvið, so eru onnur, ið hugsa fyri okkum. Ein teirra er Súsanna Berg, sum fyri viku síðan byrjaði í starvi sum umhvørvisleiðari hjá IRF, og hon ivast ikki í, at nógv av tí, sum í dag verður tyrvt ella brent, heldur kann endurvinnast. Trivnaðarnevndin hjá Løgtinginum, ið er samd, mælir til, at samtykkja uppskotið hjá andstøðuni, at veita ókeypis sálarhjálp til børn og ung. Onnur viðgerð av uppskotinum verður í Løgtinginum í dag. Mett verður, at tað eru serliga ung við sálarligum trupulleikum, ið eru forsømd í heilsuverkinum. Ávísingarnar til Barna og ungdómspsykiatriina hava seinastu árini verið støðugt vaksandi. Hagtøl um heilivágsnýtsluna avdúka, at alt fleiri ung fáa antidepressiva viðgerð. Í uppskotinum verður mælt til at seta tríggjar milliónir krónur av um árið til verkætlanina, men í fíggjarlógini til komandi ár eru 1,8 milliónir krónur settar av til ókeypis sálarhjálp. Sjey fólk komu úr Keypmannahavn til Føroya í gjár at kanna skottilburðin í Miðvági mánakvøldið Talan er um seks politifólk og ein rættarmedisinara. Politiið í Keypmannahavn og Ríkispolitiið kanna tilburðin. Politiið í Føroyum kann ikki kanna seg sjálvt, sigur Michael Boolsen, fúti. Ikki fyrr enn nýggja rættargangslógin kemur í gildi í Føroyum 1. januar í 2021, kemur Den uafhængige politiklagemyndighed eisini at virka í Føroyum. Kinesiska uttanríkisráðið vísir aftur, at landið hevur hótt Føroyar við at taka seg burtur úr eini møguligari fríhandsavtalu, um ikki Føroyar gera avtalu við Huawei um 5G netið. Ákærurnar eru fullkomiliga ósannar og hava sín uppruna í eini loyniligari dagsskrá, sigur kinesiska uttanríkisráðið sambært Global Times. Í morgin verður lagnan hjá Hoyvíkssáttmálanum avgreidd. Tá hittast Jenis av Rana, landsstýrismaður í menta og uttanríkismálum, og íslendski ráðharrin, Guðlaug ór órðarson, í Keypmannahavn, fyri at umrøða sáttmálan. Tá skal greiða fáast á, um Hoyvíkssáttmálin skal halda fram, ella um hann skal fara úr gildi á nýggjárinum, sum løgtingið hevur samtykt. Talan er serliga um sølu av heilivági úr Føroyum til Íslands, sølu av landbúnaðarvørum úr triðjalondum, sum eru virkaðar í Føroyum. Føroyingar vilja eisini hava, at føroysku skipini kunnu landa lodnuna, sum tey fáa í íslendskum sjógvi, í Føroyum. Tað hevur verið lutvíst galdandi, men ikki tá lodnan hevur rogn, tí tá siga íslendingar seg hava ein góðan marknað í Japan, og tí skal lodnan landast í Íslandi. Jenis av Rana, landsstýrismaður, sigur, at bæði londini ynskja, at Hoyvíkssáttmálin heldur fram, men føroyska kravið er framvegis, at hann verður broyttur, sum føroyingar ynskja. Tá fundurin hevur verið í Keypmannahavn hósdagin, fer Jenis av Rana at leggja úrslitið fyri landsstýrið og Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum. So verður støða tikin til, hvat skal henda við Hoyíkssáttmálanum. Ein loysn má finnast fyri jól, so løgtingið kann seta avgerðina um at siga sáttmálan upp úr gildi, áðrenn løgtingið fer í jólafrí. Hendir tað ikki, fer Hoyvíkssáttmálin úr gildi á nýggjárinum, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður. Løgreglan í Danmark hevur seinnapartin framt handtøkur og húsarannsóknir fleiri staðni í Danmark, tí illgruni er um, at ætlanir vóru um at fremja yvirgang við hernaðarligum, islamistiskum motivi , sum løgreglan málber seg í tíðindaskrivi. Tíðindafundur verður klokkan 16 seinnapartin føroyska tíð. Tá fara løgreglan í Keypmannahavn og fregnartænastan hjá løgregluni, at greiða nærri frá átakinum. Stutt eftir døgurða segði løgreglan í Keypmannahavn, at hon samstarvar við fleiri onnur politiøki, í Norðurjútlandi, Mið og Vesturjútlandi, Fjóni og Vesturøkinum, og at rannsóknir og handtøkur vóru fleiri staðni í landinum. Tað vísti úrslitið av fólkaatkvøðuni í Bougainville. Stórur meiriluti tekur undir við kravinum um, at loysa frá Papua Ný Guinea og at gerast sjálvstøðug tjóð. Valluttøkan er góð 85 prosent, og fólkaatkvøðan var í 14 dagar. Leiðarin fyri valnevndini, Bertie Ahern, hevur kunngjørt, at 98 prosent av teimum, sum vóru á vali, atkvøddu fyri loysing. Bougainville er oyggjabólkur millum Ný Guinea og Salomon oyggjarnar. Økið er slakar 10.000 ferkilometrar til støddar, og 230.000 fólk búgva har, talan er um fleiri fólkabólkar, sum tosa hvør sítt mál. Eftir 10 ár við ófriði, har loysingarrørslan stríddist móti stjórnini í landinum, fekk Bougainville í 2005 heimastýri frá Papua Ný Guinea. 15.000 fólk lótu lív í samanbrestunum. Í 2000 samdust partarnir um vápnahvíld. Orsøkin til stríðið varð millum annað stóra kopartilfeingið í Bougainville, íbúgvar hildu, at fólkið í oynni ikki fekk ágóðan av tilfeinginum. Koparnámið í Panguna økinum lat aftur orsakað av stríðnum, men nú vóna loysingarfólkini, at tað kann gerast grundarlagið fyri búskapinum í einum sjálvstøðugum stati. Bygdin Leynar við stóra sandinum er karmurin um Frætt og Fregnað hesaferð. Og okkurt av evnunum fer fram á sandinum. Men vit eru eisini í Syðrugøtu og á Eiði. Teir báðir myndamaðurin Jógvan Eli Dam og verturin Tórður Mikkelsen ferðast kring landið og varpa ljós á søgur, sum ikki altíð fáa so gott pláss í miðlunum. Í hesum sendingum siga fólk frá ymiskum, teimum hevur verið fyri í barna og unglingaárum í eini tíð, tá ið Føroyar vóru annað oyggjasamfelag, enn tær eru í dag. Við tað at fleiri av gerandishendingunum, sum sagt verður frá, fóru fram fyri nærum 100 árum síðani, er nógv bæði øðrvísi og hugtakandi at hoyra um. Oyndarfjørður er ein gomul og hugnalig bygd, har eini 150 fólk búleikast. Í Frætt og Fregnað hesaferð eru myndamaðurin Jógvan Eli Dam og verturin Tórður Mikkelsen í Oyndarfirði, har teir millum annað hitta eina unga kvinnu, ið hevur stórar ætlanir við gamla handlinum hjá abbanum. Hesin gamli úthandil skal nú gerast eitt veruligt tilboð til ferðafólk, ið vitja bygdina. Kvívík er ein gomul og hugnalig bygd, sum er nógv vaksin í nýggjari tíð. Frætt og Fregnað setir hesaferð Kvívík á breddan, og millum annað verður hugt eftir, um tann gamli og tann nýggi parturin av bygdini virka saman sum ein góð heild. Grindadrápið er ein mentanararvur, ið vit eiga at halda fast við, eru grindamenn og fólkalívsfrøðingur á einum máli um í grindini í Funningsfirði. Paulina Eliasen á Syðradali hevur gjørt nógv kirkjuklæði, serliga altardúkar og messuaklar, og nú hevur hon eisini skrásett øll kirkjuklæði kring landið. Lagt til rættis Jógvan Eli Dam og Tórður Mikkelsen. Mikladalur í Kalsoynni, sum serliga er kend fyri søgnina um kópakonuna, er karmur um Frætt og Fregnað í kvøld. Men myndamaðurin Jógvan Eli Dam og verturin Tórður Mikkelsen eru sum vant í fleiri støðum. Vit síggja eitt nýtt sjálvstøðugt savn í Havn, har lutir hjá sjálvum Nólsoyar Pálli hava verið íblásturin. Og ein kona í Leynum ger framúr eiggiligar køkur. Frætt og Fregnað vitjar gomlu bygdina Lamba, sum serliga er kend fyri Norsku Løvu. Søguliga skipið, ið skuldi vera fult av gulli og endaði sínar dagar á Lambavík fyri 300 árum síðani. Fleiri ferðir hevur verið grivið eftir Norsku Løvu, men í Lamba hava tey ikki mist vónina um at finna hetta serliga skip. Í seinastu Frætt og Fregnað hesumegin summarið, lýsa myndamaðurin Jógvan Eli Dam og verturin Tórður Mikkelsen eisini onnur evni í Lamba, eins og teir vitja aðra staðni í landinum. Í Tjørnuvík er árligi staksdagurin ein heilt serligur dagur. Bæði bygdarfólk og gestir fara eftir seyðinum, ið hevur gingið í Tjørnuvíksstakki, og hann verður síðani seldur á stórari uppboðssølu í bygdini. Í Frætt og Fregnað royna myndamaðurin Jógvan Eli Dam og verturin Tórður Mikkelsen at lýsa, at tað er ein serligur dámur yvir norðastu bygdini í Streymoynni hendan dagin. Og í sendingini hoyra vit, at bæði staksdagurin og kingosangurin í Tjørnuvík hava vakt ans uttan fyri Føroyar. Tíðliga næsta ár verður støða tikin til, hvørja lagnu sluppin Sigurfari skal fáa. Søkt er um stuðul til umvælingina frá Europe Nostra, sum er grunnur, ið stuðlar evropiskum mentanararvi. Sævar Freyr Tráinsson, borgarstjóri á Akranesi, sigur, at kommunan hevur í samstarvi við aðrar partar í málinum, søkt um stuðul úr grunninum. Meðan bíðað verður eftir svarið, verður støða heldur ikki tikin til, um sluppin skal upphøggjast. Og aðrir bólkar, sum hava áhuga fyri skipinum, mugu eisini bíða. Sluppin varð smíðað í Onglandi í 1885, keypt til Íslands í 1897 og til seld til Føroya í 1920. Sigurfari fiskaði líka til í 1970. Í 1974 varð hon aftur seld til Íslands. Hon varð sett upp á land, og hevur verið býarmynd á Akranesi síðani. Annað uppskot er at lata sluppina rotna har hon stendur. og hvussu leingi tað tekur, kann geva øðrum, sum vilja varðveita bátar og skip, upplýsingar. Eitt uppskot er at taka Sigurfara sundur og brúka partar av honum til aðrar sluppir. Býráðið á Akranesi hevur fingið loyvi frá fornminnismyndugleikunum í Íslandi til at beina fyri Sigurfara. Býráðið hevur skrásett nógv tilfar um Sigurfara, og samrøður eru gjørdar við nógv fólk um sluppina, skrivaði íslendska blaðið Fiskifr ttir í summar. Morgunblaðið skrivaði fyri fimm árum síðani, at tað fór at kosta meira enn 5 miljónir krónur í okkara peningi at gera skipið aftur. Hesaferð er Frætt og Fregnað í Hattarvík, sum er eystasta bygdin í landinum. Har búgva fá fólk, men heystfrí er meðan Sjónvarpið vitjar, og tí er fult av lívi í bygdini. Vit hitta eisini onkran av teimum, ið eru flutt burtur, men fegin vitja heimaftur í frítíðini. Ein gomul eldsmiðja í Oyndarfirði er eisini við í hesari sendingini. Og tað er hugni, tá menn sita í Havnardali og binda flugur at fiska laks við. Lagt til rættis Jógvan Eli Dam og Tórður Mikkelsen. Løgmaður sigur eftir fundin í Uttanlandsnevndini í kvøld, at hann ongantíð hevur kent seg hóttan av kinesarum í málinum um Huawei. Tað var Uttanlandsnevndin, ið hevði kravt av løgmanni og Jenisi av Rana, landsstýrismanni, at teir komu í Uttanlandsnevndina í samráð, at greiða frá málinum um Huawei og Kina. Tað kemur als ikki uppá tal, sigur Jóannes Ejdesgaard fyrrverandi løgmaður, sum ikki dugir at síggja tað sjáldsama í, at kinesiski sendiharrin tvinnaði eina komandi handiilsavtalu millum Kina og Føroyar saman við kinesisku fyritøkuni Huawei á fundi við løgmann og landsstýrismannin í fíggjarmálum. Vit tosa við politikarar á veg á fund í Uttanlandsnevndina um evnið og beinleiðis frágreiðing úr London, har Tróndur Olsen er staddur. 650 sessir eru í parlamentinum, og fyri at fáa meiriluta, krevjast 326 sessir. Veljarakanningar, sum eru gjørdar undir valstríðnum, hava víst, at konservativi stjórnarflokkurin hjá Boris Johnson, forsætisráðharra, fær greiðan meiriluta í parlamentinum. Men ein nýggj kanning vísir, at størsti andstøðuflokkurin, Labour, hevur tikið seg inn á konservativa flokkin. Kanningin vísir, at konservativi flokkurin fær 43 prosent og Labour 34 prosent. Hann noyðist at samstarva við aðrar flokkar, og tað verður ikki, sum at siga tað, tí hann hevur lagt sjógv millum seg og Liberalu demokratarnar og norðurírska flokkin, DUP. DUP hevur verið stuðulsflokkur hjá bretsku stjórnini síðani 2017, men flokkurin tekur ikki undir við Brexit avtaluni, sum Boris Johnson gjørdi við ES í oktober. Hinvegin er DUP ein borgarligur flokkur, sum ikki vil samstarva við Labour. Eydnast tað ikki Boris Johnson at fáa meiriluta í parlamentinum eftir valið, fær Labour leiðarin, Jeremy Corbyn, litið upp í hendur at skipa stjórn. Tað kann hava við sær, at bretar aftur skulu á fólkaatkvøðu um limaskapin í ES, siga politiskir eygleiðarar. Labour kann gera eina roynd at fáa stuðul frá skotska tjóðskaparflokkinum, SNP, og Liberalu demokratunum. Undir valstríðnum hevur Labour lovað SNP eina nýggja fólkaatkøvðu um loysing frá Bretlandi, og Liberalu demokratarnir krevja eisini nýggja fólkaatkvøðu um ES limaskapin. Úrslitið av parlamentsvalinum í Bretlandi í dag verður væntandi greitt í nátt. So nógvum, at nevndin í gjár sendi Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni, 18 spurningar um uppskotið. Frammanundan hevur nevndin eisini spurt um útlendskan ognarskap í føroyskum fiskiskipum. Ætlanin er hjá landsstýrinum, at nýggja lógin kemur í gildi á nýggjárinum. Men Vinnunevndin heldur, at uppskotið er so umfatandi, at hon spurdi løgtingsformannin, um hon kundi koma við álitinum 30. desember. Men tað vil løgtingsformaðurin ikki. Hann sigur, at freistin at koma við áliti fór tann 7. desember. Og løgtingið fer í jólafrí 20. desember. Vinnunevndin hevur tí fingið freist til mánadagin 16. desember at koma við áliti. Minst átta fólk doyðu, tá eitt eldgos fór at goysa í White Island í Ný Sælandi týsnáttina. Vandi er fyri, at tað aftur fer at goysa, skrivar BBC. Minst átta fólk eru ikki komin afturíaftur, og hildið verður, at tey eru deyð. Løgreglan sigur, at nú verður lagt til rættis, hvussu líkini kunnu bjargast. 20 fólk fáa viðgerð fyri brunaskaða. Minst 47 fólk vóru stødd á gosopinum, tey flestu útlendingar, tá eldgosið í White Island fór at goysa týsnáttina. BankNordik hevur sagt tíggju fólkum úr starvi. Tað sigur Árni Ellefsen, forstjóri í bankanum. Orsøkin er lága rentan. Neyðugt er at spara 25 fólk, sigur forstjórin. Negativa rentan fyri privatar kundar og lægri útlánsrenta í øllum trimum londum, sum BankNordik er í, ger saman við færri starvsfólkum, at raksturin hjá bankanum batnar 40 milliónir krónur, sigur Árni Ellefsen. 1. mars næsta ár fáa privatkundar í BankNordik eisini negativa rentu. Samstundis lækkar rentan fyri bústaðarlán 0,2 prosentstig, niður í 2,75 prosent. Ikki slepst undan at lækka innlánsrentuna og ikki er útilokað, at hon lækkar uppaftur meira, sigur Árni Ellesen, forstjóri í BankNordik, við útvarpið. Tey, sum hava meira enn 500.000 krónur í BankNordik, rinda 0,75 prosent í negativari rentu fyri tað, sum tey eiga omanfyri 500.000 krónur. Tey gjalda tí til dømis 750 krónur fyri at hava 600.000 krónur í innláni. Bankin sigur, at lága rentan ger, at bankin hevur útreiðslur av innlánum, sum fólk hava í bankanum. Negativa rentan er ikki galdandi fyri fólk, sum eru undir 29 ár. Hjá teimum er eingin renta. Aðrir pengingastovnar í Føroyum hava ikki enn boðað frá, at privatkundar hjá teimum fáa negativa rentu. Norska løgreglan váttar, at ein maður í 20 unum hevur havt samband á netinum við ein ella fleiri av teimum, sum í gjár vórðu handtikin í stóru løgregluatsóknini í Danmark. Trygdartænastan hjá løgregluni handtók mannin í september. Samskiftisleiðarin hjá norsku trygdarløgregluni, PST, Trond Hugubakken, sigur við norska kringvarpið , at tað er ikki óvanligt við slíkum sambandi tvørtur um landamørk, men at hetta sambandið hevur ongan týdning fyri metingina av hóttanarstiginum í Noregi. 20 fólk vórðu handtikin í gjár í umfatandi løgregluatsókn í Danmark. Í morgun eru 12 av teimum latin leys, men átta fólk, tvær kvinnur og seks menn, sita framvegis handtikin og skuldsett sambært lógini um yvirgang. Vit hoyra 16. part av jólakalendaranum Konan, ið varð lítil sum ein teskeið . Sara Kadefors og Alf Prøysen eiga handritið. Hetta er ein jólakalendari, sum vit hava fingið úr Svøríki. Søgan var fyrru ferð at hoyra í 2012 Vit hoyra 1 Brynhildartáttur. Dansifelagið í Havn, Høgni Mohr skipar, 2 Kellingin saðlar gumpin grá, gentur í Sumba, Borglyn Nielsen skipar, 3 Prinds Christian, Dansifelag Kaggans og Tøkum Lætt, Jón Olsen skipar, 4 Kjartan Ólavson, Tøkum Lætt og Dansifelag Kaggans, Helga Hermansen skipar, 5 Vi hugge med k rde, nólsoyingar, Sigmund í Lon skipar, 6 Viðatrotið, Klaksvíkar Dansifelag, ikki skrásett hvør skipar, 7 Bøhmerlandsdronningen, Dansifelag Kaggans, Katrin Johansen skipar Orsøkina sigur Ólavur Ellefsen frá KT felagnum vera, at børn og ung skulu hava eina fatan av, hvat tað er at forrita, tí forrit eru stórur partur av gerandislívinum í dag. Henda veruleika hava børn og ung ikki nógvar møguleikar til at læra meira um í fólkaskúlanum ella á miðnámi, so Rita1tíma er eitt neyðugt tiltak, sum í ár fer fram á føroyskum. Tey, sum ikki eru við í Rita1tíma, kunnu sjálvi royna seg inni á Rita.fo Tá spurt verður inn til nakað, snýr tað seg oftast um at koma aftur um nakað, sum ein persónur kanska ikki er so tilvitaður um ella hevur tað lætt við. Hon harmast um, at føroyingar eru farnir at spyrja inn til alt frá veðrinum til politisk viðurskifti og mælir til, at vit heldur spyrja ella fregnast. Málteigurin viðger eisini spurningin um, nær ein galdandi málregla verður sett úr gildi, hví kvinnur umtala seg sum menn, tá tað kemur til orðið, sjálvur og so er tað orðið, pinnur, sum trokar onnur orð sum vagl, snælda, teinur, sneis og sprita, burtur. Luttakarar Torbj rn Nystr m, Turid Kristoffersen, Marius Thomassen, Mathacy Silva Dos Santos, Mariann K. Ivansdóttir, Jákup Eli Poulsen, Súsanna Berg, Danny Baldursson og Jógvan Páll Lassen. Verkætlanin Føroyski talukennari er komin væl ávegis. Hon snýr seg um at menna ein ein sonevndan talukennara. Tað inniber, at teksturin, tú tosar inn, kemur út aftur á skrift. Næmingar, ið hava trupulleikar við at skriva og lesa, hava ofta stórar avbjóðingar í lívinum. Hetta fer talukennarin at bøta um. Talukennarin inniber, at teksturin, tú tosar inn, kemur út aftur á skrift. Eini 20.000 fólk mistu streymin, og telefonsambandið var óregluligt. Fólk hjá almenna íslendska elveitaranum, RARIK, arbeiða við at fáa streymveitingina aftur. Ráðharrin í nýmenningarmálum, Tórdis Kolbrún Reykfjørð Gylfadóttir, vísir á, at júst henda støðan vísir, hvussu týdningarmikið tað er at styrkja undirstøðukervið fyri streymveiting um alt landið. Tað er greitt, at elveitingarskipanin og telesamskiftisskipanin hava bæði við landsins trygd at gera, segði ráðharrin í nýmenningarmálum, og legði aftrat, at ætlanir eru um at bøta um skipaninar. Duettin eigur víðagitnu døturnar Lennon og Maisy, ið eru kendar frá millum annað sjónvarpssendirøðini Nashville. Lagt til rættis Elin Dagbjartsdóttir Neshamar. Í ár eru 40 ár liðin, síðan skógarfrøðingurin, Søren Ødum, og tann 22 ára gamli, Tróndur Leivsson, fóru til Kili og Argentina eftir 6.500 eldlandstrøum og runnum at seta niður í Føroyum. Nordisk Arboretudvalg skipaði fyri ferðini, og samstarvið við norðurlendska felagsskapin hevði stutt frammanundan havt við sær, at gróðurstøð kom í Miðhoydølum. Sendingin varpar ljós á føroysku træplantingarsøguna. Longu í 1885 varð roynt at gróðurseta Føroya fyrstu viðarlund, men gróðursetingin miseydnaðist, og ikki fyrr enn í 1902 brast fyri nev í málinum. Vitjað verður í fleiri av teimum elstu viðarlundunum, úti í Grøv í Klaksvík og í Sundalagnum, har sett varð á at gróðurseta nýggja viðarlund í vár. Talan er um samrøðu millum Helga Abrahamsen, landsstýrismann í vinnumálum, og Herálv Joensen, aðalstjóra í Umhvørvis og vinnumálaráðnum, sum Kringvarpið fekk upptøkur av. Sambært Berlingske greiðir Herálvur Joensen Helga Abrahamsen frá, at sendiharrin hevði sagt, at um Huawei fekk avtaluna við Føroya Tele um at byggja føroyska 5G netið, fór at bera væl til at fáa í lag fríhandilsavtalu við Kina. Herálvur Joensen greiddi síðani landsstýrismanninum frá, at um Huawei hinvegin ikki fekk avtaluna við Føroya Tele, bleiv heldur eingin fríhandilsavtala gjørd millum Føroyar og Kina. Aðalstjórin greiddi frá, at hann skilti á Uttanríkistænastuni, at Verjumálaráðið og Forsætismálaráðið løgdu upp til, at tað var best, um Føroyar ikki valdu kinesisku 5G loysnina. Í stuttu samrøðuni sigur Herálvur Joensen, aðalstjóri, eisini, at løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, hevði sagt greitt, at hann ikki ætlaði at blanda seg upp í, hvønn veitara Føroya Tele valdi. Landsstýrismenninir, sum skulu samstarva um integrasjónspolitikkin, eru ósamdir um, hvørt frálæra í føroyskum skal verða ein treyt fyri, at tilflytarar fáa varandi uppihaldsloyvi. Bergljót av Skarði, sum hevur undirvíst tilflytarum í føroyskum í nógv ár, heldur, at tað eigur at vera ein treyt. Hon vísir á, at tilflytarar í ov lítlan mun taka av tilboðnum at læra seg føroyskt. Danska stjórnin vildi hava landsstýrið at velja Huawei frá. Løgmaður hevur ikki kent seg trýstan av kinesarum, men hevur hann kent seg trýstan av dønum. Tann spurningin fær løgmaður í útvarpsstovuni í dag. Luttakarar Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, Høgni Hoydal, limur í uttanlandsnevndini, Angus MacNeil, skotskur limur í bretska tinginum Wikileaks skjølini um íslendska Samherja vísa, at eisini hollendsku P.P. Parlevliet og van der Plas royndu at sleppa framat kvotum fyri rossamakrel í Namibia. Samherji og P.P. samstarva eitt nú í Bretlandi, men P.P. siga, at teir fingu ongantíð kvotur í Namibia og tí gjørdist ætlanirnar ongantíð til veruleika. Kortini eru fleiri líkheitir millum tað, sum Samherji gjørdi og tað sum P.P. ætlaði. Vinnunevndin hevur sett um 50 spurningar til Fiskimálaráðið um útlendskan ognarskap, antitrust, atlit til øll øki í landinum og nógv meira og fleiri onnur hava alment reist spurningar seinastu tíðina. Hóast Vinnunevndin hevur biðid um longri tíð at viðgera umfatandi broytingarnar, hevur nevndin fingið freist til mánadagin at skriva álit. Men tað hevur sum so ongan týdning, um nevndin verður liðug við sítt arbeiði, tí samgongan samtykti á fundi í gjár, at atkvøða málið úr nevndini um neyðugt. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sigur í dag, at hann miðar ímóti at svara øllum spurningum, áðrenn freistin hjá nevndini er farin. Greinin heldur fram niðanfyri. Lat okkum sameina landið. Lat okkum fáa Brexit avgreitt, segði Boris Johnson millum annað í takkarrøðuni í morgun, tá valúrslitið var greitt. Eftir at verða tilnevndur vinnari, helt 55 ára gamli Boris Johnson, forsætisráðharri, takkartalu í nátt í sínum egna valdømi, Uxbrigde og South Ruislip, í høvuðsstaðnum, London. Hinvegin, so var hetta ringasta val hjá Labour flokkinum síðani 1935. Sambært exitpoll fær Labour 191 sessir í parlamentinum, tað eru 71 færri enn á valinum í 2017. Í nátt boðaði vónbrotni formaðurin í Labour, Jeremy Corbyn, frá, at hann leggur frá sær sum formaður í Labour, hóast Corbyn sjálvur var afturvaldur, men flokkurin tapti valið. Stóri taparin á valinum, Jeremy Corbyn leggur ikki frá sær enn. Fyrst skal flokkurin eftirmeta valið og kjakast um, hvussu nú skal farast fram. Valsigur merkir, at Boris Johnson og Tey Konservativu nú hava tryggjað sær meirilutan og kunnu tryggja Brexit avtaluna, sum tey higartil ikki hava fingið samtykta. ES hevur útsett Brexit til 31. januar næsta ár, og forsætisráðharrin hevur fleiri ferðir lovað, at bretar fara úr ES síðstu í januar. Sendimaðurin hjá okkum hevur havt fund og vitjað á kinesisku sendistovuni og hevur tosað um tað sum hent er. Báðir partar harmast tað, sum er hent, og vit vóna, at tað ikki endurtekur seg. Eg havi ikki fatan av, at hetta hevur skatt nakað, men eg harmist um støðuna og vóni, at tað ikki endurtekur seg, segði Bárður Nielsen við DR í gjárkvøldið. Danska dagblaðið, Berlingske, almannakunngjørdi í gjár sjálva samrøðuna, ið Kringvarpið fekk fútabann móti at endurgeva í síðstu viku. Jenis av Rana, landsstýrismaður, var á fundi við íslendska uttanríksráðharran, Guðlaug ór órðarson, í Keypmannahavn í gjár. Men hann vil ikki siga nakað um, hvat teir samdust um, fyrr enn politiska skipanin í Føroyum er kunnað. Í morgun fer Jenis av Rana at kunna landsstýrið um úrslitið, og seinnapartin skal hann kunna og ráðføra seg við Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum. Tá tað er gjørt, verður støða tikin til, hvat skal henda við Hoyvíkssáttmálanum, um hann skal fara úr gildi á nýggjárinum, ella um uppskot skal leggjast fyri løgtingið í næstu viku, um at Hoyvíkssáttmálin skal halda fram. Tað var neyðugt, tí í Hoyvíkssáttmálanum stendur, at íslendingar kunnu virka í føroysku fiskivinnuni. Men landsstýrið hevði gjørt av, at útlendingar skuldu úr føroysku fiskivinnuni. Hoyvíkssáttmálin mátti sigast upp við freist upp á eitt ár. Tí fingu íslendingar seks ára freist at fara úr føroysku fiskivinnuni, meðan fyritøkur í øðrum londum fingu freist í fimm ár. Samgongan hevur gjørt av, at nýggj lóg um sjófeingi skal koma í gildi á nýggjárinum. Eftir tí lógini, kunnu útlendingar eiga upp í 25 prosent í føroysku fiskivinnuni, og tí kunnu íslendingar eisini halda fram í vinnuni. Tí verður tað landsstýrið sum á fundi í dag fer at taka endaliga støðu til Hoyvíkssáttmálan, og Uttanlandsnevndin verður eisini kunnað um ætlaninar við Hoyvíkssáttmálanum. Skal Hoyvíkssáttmálin halda fram, so má uppskot leggjast fyri løgtingið í næstu viku, sum ógildar uppsøgnina, sum løgtingið samtykti fyri einum ári síðani. Íslendski uttanríkisráðharrin, Guðlaugur ór órðarson, er bjartskygdur um framtíðina hjá Hoyvíkssáttmálanum eftir fundin við Jenis av Rana, landsstýrismenn, í Keypmannahavn í gjár. Ráðharrin vil, sambært heimasíðuni hjá Uttanríkisráðnum, at sáttmálin heldur fram. Føroyar hava annars sagt sáttmálan upp, so hann fer úr gildi á nýggjárinum. Skal uppsøgnin takast aftur, noyðist Jenis av Rana í løgtingið við lógaruppskoti, sum ógildar uppsøgnina, sum løgtingið samtykti fyri ári síðani. Tvey uppskot eru. Tey eru Ryskigøta og Fípugøta. Gøtunavnanevndin kom fyrst við navninum Ryskigøta. Ryski er planta í sevættini og veksur í haga og fjallalendi. Stjórin í felagnum segði, at Ryskigøta er torført at siga hjá nógvum, og navnið kann skjótt misskiljast. Hansara uppskot er Fípugøta. Gøtunavnanevndin broytti so navnið til Fípugøta. Men ein meiriluti í Mentanarnevndini heldur fast um Ryskigøtu. Á býráðsfundinum í gjárkvøldið fór málið um nýggja gøtunavnið aftur í Mentanarnevndina. Vitanin um sjósíl í føroyskum vøtnum og sjógvi er sera avmarkað. Fiskaaling, saman við Havbúnaðarfelagnum, er tí farið undir eina verkætlan sum liður í arbeiðinum at fáa grundleggjandi vitan um sjósíl til vega. Fólk, íð hjálptu til við kanningini, við at lata rosluroyndir og annað tilfar til Fiskaaling, luttaka í kapping um at vinna 10.000 krónur. Fyri tveimum mánaðum síðani valdi Telia eisini svenska telerisan, og vrakaði sostatt Huawei í 5G útbyggingini, skrivar NRK á netinum. Kappingin um at byggja 5G netið hjá Telenor hevur í høvuðsheitinum verið millum kinesiska Huawei, svenska Ericsson og finska Nokia. Sigve Brekke, stjóri hjá Telenor í Noregi, sigur við norska kringvarpið, at Telenor hevur havt opna samráðingartilgongd við allar veitararnar. Grundað á handilsligar treytir og tøkniliga góðsku, hava vit tikið støðu. Og vit hava eisini hava trygdina við í metingini, sigur Sigve Brekke við NRK. Brekke sigur, at Telenor hevur ábyrgd av, at netskipaninar eru tryggar, men hann var ikki neyvari enn tað. Huawei er endað í eini politiskari ósemju millum USA og Kina, tí USA hevur boykottað felagið. Telenor ger í løtuni royndir við 5G á 10 støðum í Noregi og á útvaldum støðum í Danmark, Svøríki, Finnlandi, Tailandi og Malaisia. Í veruleikanum fer signalið at koma gjøgnum luftina, og ikki gjøgnum jørð. Tú kanst sostatt varðveita wifi rutaran, men í staðin fyri at hava ein leidning inn í húsið, tekur ein mobil sendari signalini gjøgnum luftina. 5G er eisini nógva ferðir skjótari. Donald Trump hevur sett Huawei á svartalista, tí tað er til vanda fyri trygdina í Vesturheiminum. Men Ren Zhengfei, sum eigur Huawei, sigur við NRK, at Noreg skal ikki óttast Huawei. Bæði Jørgen Niclasen og Bárðujr á Stein Nielsen sáa iva um tað, sum Herálvur Joensen, aðalstjóri, sambært Berlingske skal hava sagt um fundin teir báðir vóru á við kinesiska sendiharran. Gestir Sámal Tróndur Finnson Johansen, stjóri á Tjóðskjalasavninum. Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í umhvørvis og vinnumálum. Ivan Niclasen, stjóri KvF Ingolf S. Olsen, journalistur og Høgni í Jákupsstovu, journalistur. Tað sigur Vár í Ólavsstovu, námslektari á Námsvísindadeildini. Orsøkin er, at sum nú er veitir Fróðskaparsetrið ikki ískoytis ella eftirútbúgving í føroyskum sum annaðmál til læraralesandi. Louise Steffensen er 30 ár og um at vera liðug við skeiðið í Anger Management, og hon dugir betur at handfara illsinniskenslurnar nú. Bjørn ætlar at gevast og fara heim frá mindfulness skeiðnum, tí hann heldur tey skilja hann ikki, og hann gerst meir og meir illur. Ákæruvaldið hevur skuldsett ein 39 ára gamlan mann fyri at royna at fremja harðskap móti átaksleiðaranum hjá løgregluni í sambandi við skottilburðin í Miðvági mánakvøldið. Maðurin skal hava hótt læknan, sum sendi boð eftir løgregluni, hetta kvøldið. Maðurin er eisini skuldsettur fyri at hava forða løgregluni í at gera sítt arbeiði í sambandi við skottilburðin í Miðvági. Maðurin skal hava hótt átaksleiðaran hjá løgregluni við, at hann fór at skalla hann, og seinni royndi maðurin, sambært ákæruvaldinum, at skalla átaksleiðaran. Maðurin spýtti eisini eftir átaksleiðaranum. Linda Hesselberg, ákæri, sigur, at tað er sera álvarsligt at hótta og royna at fremja harðskap móti løgregluni, serliga tá hon er til arbeiðis í sambandi við so álvarliga hending. Fýra bilførarar hittast. Teimum dámar øgiliga væl bilar, og teir og bilarnir skulu verða við í hørðum kappingum. Einans vinnarin fer víðari til finalurnar. Hóast lánini í báðum tunlum eru afturgoldin, verður tó framvegis kravt gjald fyri at koyra í teimum, og ætlanin er tí at hyggja aftur eftir hesum. Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, í svari til Bjarna Hammer, løgtingsmann. Ókeypis er at brúka teir 17 tunlarnar á landi, sigur Jørgen Niclasen, og teir 500 kilometrarnar av landsvegi. Egil Simonsen í Hoyvík hevur leingi siglt við Westward Ho og var skipari í flaggsiglingini í summar. Hann er sonur Sigrid úr Sandavági og Jóhan Simonsen í Hoyvík. Pápin var burtur, tá kríggið brast á, og Egil veit seg ikki hava sæð hann, fyrrenn hann í 1943 kom á Havnina við Hoyvík. Tá firnaðist Egil pápan, sum var flýddur úr Esbjerg. Niðri keypti Jóhan fyrst ein útróðrarbát í Frederikshavn og bygdi síðani Hoyvík í Helsingør. Sigrid og Jóhan høvdu keypt hús í Tvørgøtu, men undir krígnum vóru konan og børnini nógv í Hoyvík. Vit umrøða árliga romantiska jólafilmin, Last Christmas , sum í ár hevur fingið sín íblástur til innihald frá hitlistanum hjá Georg Michael. Tað er amerikanski leikstjórin Paul Feig, sum leikstjórnar. Emma Thomsen hevur skrivað handritið, og Emilia Clark, drekadrotningin úr Game of Thrones, spælir høvuðsleiklutin saman við relativt ókenda Henry Golding. Í Rick og Morty hitta vit kyniska, men tó geniala vísindamannin Rick Sanchez og abbason hansara, góðhjartaða, men tó erkvisna Morty Smith, sum fara út á hættislig interdimensionel, kosmisk ævintýr. Annaðhvørt fyri at bjarga alheiminum ella bara fyri at fiksa battaríið í rúmdarfarinum. At lýsa sendirøðina í stuttum er sera torført, tí er tað besta at bara hyggja eftir henni. Um vikuskiftið fer Dramaverkstaðið, eins og undanfarin ár, at skipa fyri jólasjónleiki. Birna Heinesen, leikstjóri, greiðir frá leikunum og arbeiðnum við teimum smærru børnunum, meðan Ebba Sofía Kruse greiðir frá um arbeiðið við elda bólkinum, nevniliga tannáringunum. Tað er Hjørdis Verlnadsdóttir Johansen, sum á sinni var stigtakari til Dramaverkstaðið í Gundadali, og hon greiðir frá, hvussu alt byrjaði. At enda sum rosinan í pylsuendanum fáa vit eisini ein sang frá Hjørdis, tí hvør minnist ikki Hjørdis og genturnar Tað verður tó ikki eitt lag úr júst hesum sangskatti, hon borðreiðir við, tað verður hinvegin eitt jólalag, sum er við í einum av leikunum, sum verða sýndir í Dramaverkstaðnum. Vikuskiftissendingin var á gátt í Dramaverkstaðnum Dunnu skal man í øllum førum hava jólaaftan men hvat við øllum hinum Teitur Christensen, høvuðskokkur í Fútastovu í Havn, gevur her góð ráð til, hvat man kann hava aftur við dunnusteik jólaaftan. Reyttkálið er næstan oblikatoriskt, men hvussu skal tað hagreiðast Hoyr svarið upp á hetta umframt góð ráð til bæði, hvussu man ger sós og brúnkað epli. Vikuskiftissendingin var á gátt í Fútastovu Leikstjórin Ken Loach, rithøvundurin Paul Laverty og framleiðarin Rebecca O Brian fevna um eitt serstakliga eydnuríkt samstarv í filmsheiminum. Í Hyggjuráðnum hesaferð fara vit enn einaferð víða um. Vit ummæla 4. sesong av animatións science ction sendirøðini Rick og Morty. Eisini hava vit hugt eftir sosialrealistiska drama lminum Sorry We Missed You eftir Ken Loach. Og vit enda við tí árliga romantiska jóla lminum Last Christmas . Strandferðslan hevur gjørt tilmæli um at útvega tvær nýggjar bilferjur og tveir nýggjar ferðafólkabátar, og arbeitt verður í løtuni við at projektera skipini. Tað hevur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, upplýst fyri rættarnevndini í sambandi við uppskotið hjá Tjóðveldi til samtyktar um nútímans skip til allar oyggjaleiðir hjá Strandferðsluni. Teir vísa á, at landsstýrismaðurin hevur eisini upplýst, at arbeitt verður við einari langtíðar íløguætlan fyri Strandferðsluna, og tá tey fýra strandfaraskipini eru liðugt projekterað, verður uppskot lagt fyri tingið um eina endaligan íløgukarm at endurnýggja flotan hjá Strandferðsluni. Tey vísa á, at í broytingaruppskotinum frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum til fíggjarlógina næsta ár, er eingin peningur settur av til endamálið. Í gjár samtykti løgtingið einmælt at játta Strandferðsluni 10 milliónir krónur til at keypa eina farmaferju úr Noregi sigla um Skopunarfjørð. Tað er ikki loyvt at brúka telefon og aðra elektroniska útgerð í fundarhølinum hjá uttanríkispolitisku nevndini hjá fólkatinginum á Christiansborg. Tað ber til hjá óviðkomandi at fáa samband við eina fartelefon og brúka hana til at avlurta samrøður. Tí lata allir nevndarlimirnir telefonina frá sær, áðrenn fundurin í uttanríkispolitisku nevndini byrjar, upplýsir fólkatingið fyri DR. Stjórnin hevur javnan fund við uttanríkispolitisku nevndina, har kunnað verður um uttanríkispolitisk mál, og stjórnin ráðførir seg eisini við teir 17 limirnar í nevndini. Hósdagin hevði nevndin fund um málið, har Kina verður lagt undir at leggja trýst á Føroyar at brúka telerisan Huawei at útbyggja 5G netið. Fregnartænastan hjá donsku verjuni viðger javnan støðuna, um Danmark verður hótt, og tað eru upplýsingar frá fregnartænastuni, sum hava fingið fólkatingið at taka stigið ikki at loyva telefonum í fundarhølunum hjá uttanríkispolitisku nevndini. Ein samd fíggjarnevnd tekur undir við at leingja verklagslógina um Glasir eitt ár, til 31. desember í 2020, og atkvøtt verður um málið á tingfundinum seinnapartin mánadagin. Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, hevur biðið tingið um at leingja verklagslógina, tí tað er greitt, at skúladepilin í Marknagili verður ikki liðugur í ár. Í mai játtaði tingið umleið 24 milliónir krónur aftrat til at gera skúlabygningin lidnan, og tá varð verklagslógin eisini longd til 31. desember í ár. Men Landsverk, sum er byggiharri, hevur síðani boðað Uttanríkis og mentamálaráðnum frá, at arbeiðið hevur drigið út, og tað verður ikki liðugt í ár. Í lógaruppskotinum verður ikki biðið um fleiri pengar til skúladepilin, men bara at leingja gildistíðina eitt ár aftrat, til 31. desember næsta ár. Samgonguflokkarnir og Framsókn í fíggjarnevndini taka ikki undir við uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum um at áseta minstamark av starvsfólkatímum á dagstovnum. Meirilutin í fíggjarnevndini sigur, at undir hoyringunum hevur Kommunufelagið víst á, at dagstovnaøkið liggur hjá kommununum, og hvør einstøk kommuna umsitur sínar dagstovnar. Landsstýrismaðurin á økinum hevur eisini víst á, at hann arbeiðir við at endurskoða alt dagstovnaøkið, og har vera normeringar eisini tiknar við. Minnilutin, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi, tekur undir við uppskotinum. Minnilutin heldur, at tað er neyðugt at seta eitt minstamark av starvsfólkatímum á dagstovnum, so børn fáa somu góðu tilboð á øllum dagstovnum í landinum. Lógarbroytingin tryggjar eisini, at skerjingar ikki vera á barnaøkinum, um barnatalið veksur, siga Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi í fíggjarnevndini. Danski umhvørvismálaráðharrin, Lea Wermelin, og Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, fara at hava fund um at flyta inn grindatvøst, ella grindekød, sum sagt verður á donskum, til Danmarkar. Tað er forboðið at flyta grind inn í Danmark, tí grindin er søgd at kunna verða hótt, um einki mark er sett fyri, hvussu nógv grind kann seljast. Hoyr sendingina her Luttakarar, Armgarð Arge, Óli Zachariassen, Kirstin Eliasen, Símun Christian Olsen og Súsanna Joensen og Synnøve av Rana Fólk Eystan Múla hava í mong ár gjørt vart við, at farleiðin er vandamikil, og nýggir tunlar norður um Fjall vórðu eisini nógv umrøddir í valstríðnum í summar. Í svari til fíggjarnevndina sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, at ætlanin er at tunlarnir norður um Fjall skulu koma afta ná Hvalbiartunnilin, og byrjar arbeiðið væntandi í 2021. Verandi tunlar eru frá 1965 og 1967, teir hava bert eina koyribreyt og lúka ikki krøv umhædd, breidd og trygdarútgerð, sigur Landsverki. Súni Selfoss hevur formaður í Starvsmannafelagnum seinastu fýra árini, og hann sigur, at hann fer at stilla uppaftur til formansvalið. Jórunn Gudmundsen elskar nýggjar avbjóðingar. Tað sæst aftur í listanum av áhugamálum, har bæði tónleikur, ítróttur, fýra ymisk arbeiðspláss og familja fáa innivist. Pellararnir hesaferð eru Steintór Rasmussen og Rókur Jákupsson Jakobsen, sum hava við sær søgur um bæði harðligar rokkarar, svikaligar jólamenn, svingandi breyð og misskiltar samskiftismenn. Stýrimaðurin og maskinmeistarin skulu verða partur av nýggju manningini á tríkiljuni, og ætlanin er, at teir skulu fara til Noregs í januar at hava ábyrgd av at fylgja og hava eftirlit við byggingini. Ráðharrar úr nógvum av heimsins londum hava verið í spanska høvuðsstaðnum í 14 dagar, og ætlanin var, at ráðstevnan skuldi endað í gjár, men hon hevur hildið fram í dag. Tað ber í sær, at fátøku londini kunnu selja sínar kvotur og forvinna pening, meðan ríku londini kunu keypa kvotur, og tí ikki hava fyri neyðini at minka útlátið hjá sær sjálvum. Hóast heimsins leiðarar í 2015 gjørdu eina heimsumfatandi avtalu í París, veksur útlátið av vakstrarhúsgassi framvegis 1,5 prosent um árið. Jórunn Guðmundsen er boðin til Kaffiduss. Aftaná luttakað Heri Jacobsen, Theresa Turidardóttir Kreutzmann og Rani Noløe í Kjakaríinum, og síðani pella Steintór Rasmussen og Rókur Jákupsson fyri hvørjum øðrum. Konservativi flokkurin stóð seg óvæntað væl í Norðuronglandi á parlamentsvalinum hósdagin, tí hetta er vanliga ein av háborgunum hjá Labour. Tilboðini til fólk við seinheilaskaða eru ikki nøktand, sigur forkvinnan í heilafelagnum. Vælferðarlógin sum er á veg fer at betra munandi um umstøðurnar hjá fólki við seinheilaskaða og familjum teirra, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleysdóttur, landsstýriskvinna. Stóra Bretland verður vertur fyri altjóða verðurlagsráðstevnuni COP 26 í næsta ár í samstarvið við Itala. Tað síggja tey fram til segði bretska umboðið, tá fundurin varð tikin upp aftur í morgun. Tað er ikki eydnast at finna stevið á COP 25, sum hevur verið hildið í Madrid seinastu 14 dagarnar, har Chile hevur havt leiðsluna av ráðstevnuni. Tað ber í sær, at fátøku londini kunnu selja sínar kvotur og forvinna pening, meðan ríku londini kunnu keypa kvotur, og tí ikki hava fyri neyðini at minka útlátið hjá sær sjálvum. Hóast heimsins leiðarar í 2015 gjørdu eina heimsumfatandi avtalu í París, veksur útlátið av vakstrarhúsgassi framvegis 1,5 prosent um árið. Í lógaruppskot um at leingja verklagslógina fyri Marknagilsdepilin til eisini at vera galdandi í næsta ár, stendur millum annað í viðmerkingunum, at tað ikki fer at eydnast at gera jarðhitaskipanina á Glasi lidna í ár. Skúladepilin skuldi upprunaliga hitast við olju, var avgerðin hjá Bjørn Kalsø landstýrismanni, men í 2016 bað Rigmor Dam um eykajáttan, tí hon vildi hava eina grøna orkuskipan, og tá varð farið undir at broyta orkuskipanina á Skúladeplinum. Landsverk metti, at tørvur var á 32,7 milliónum at gera skúlan lidnan fyri, men táverandi landsstýriskvinna í mentamálum, Hanna Jensen, bað løgtingið um 23.9 milliónir krónur. Sambært viðmerkingunum til lógaruppskotið eru fleiri uppgávur lidnar, men enn manglar samanstoyping av elementum, ventilatión, harðhiti og sólavskerming av rútum. Landsverk sigur, at tað er ringt at fáa fólk til uppgávurnar, tí arbeiðið er drigið somikið langt út, at tey eru farin í holt við aðrar uppgávur, stendur í viðmerkingunum til lógaruppskotið. Sambært hesum hava aðrar uppgávur stungið seg upp og eru vaksnar í vavi, og tí tykist ikki vera møguligt at fáa tær avgreiddar í 2019. Sálmar 647 Harrin kallar fólk á fund 002 Sovsyng tínum Harra, hvør ein kristin vørr 332 Títt orð er, Guð, várt arvagóðs 086 Ger beinar Harrans leiðir 090 Upp gleðist allir, gleðist nú Kirkjutænarar Anfinn Johannesen, deknur Vilhelmina Larsen, urguleikari Sjúrður Nolsøe, klokkari Havstein Klein, prestur Stórsigurin hjá flokkinum hjá Boris Johnson, Konservativi flokkurin, tann 12. december, kostaði Labour dýrt, og beint eftir valúrslitið segði Jeremy Corbyn seg vera keddan um úrslitið. Labour misti yvir 50 sessir í valinum, sum var ein sonn marra fyri arbeiðaraflokkin, og í dag hevur fráfarandi formaðurin so biðið um umbering, og leggur frá sær í opnum brævði til miðilin Sunday Mirror. Í brævinum sigur hann seg tó enn standa við, at Labour fór til val við einum boðskapi um vón, heldur enn eini ræðuherferð, og at Labour fer at læra av ósigrinum hósdagin og vinna álitið hjá arbeiðarastættini aftur, tí flokkurin umboðar tey, sigur Jeremy Corbyn í opna brævinum til Sunday Mirror, har hann tekur ábyrgdina av vánaliga úrslitinum, og leggur frá sær. Tvey fólk afturat er deyð á sjúkrahúsi um vikuskiftið, og harvið eru 16 fólk deyð orsakað av eldgosinum nú, skrivar avstralski miðilin News. Hildið verður, at tey eru deyð og at líkini liggja í sjónum við gosoynna. Løgreglan sigur, at tey framvegis hava kavarar í sjónum, sum leita. Gosfjallið Whakaari er væl vitjað av ferðafólki. Mánadagin goysti gosfjallið, meðan 47 fólk vitjaðu oynna, tey vóru úr Avstralia, USA, Týsklandi, Kina, Bretlandi og Malaysia. Í morgin, mánadagin, verður tøgn í eitt minutt í Avstralia klokkan 14.11 lokala tíð, tí tá er júst ein vika síðani deyðiliga eldgosið. Fleiri skjálvtar hava verið seinastu mánaðirnar, og í oktober og november hava fýra harðir jarðskjálvtar verið, og 20 hava tilsamans latið lív. Tað skrivar Reuters. Jarðskjálvtin í dag var 6,8 í styrki eftir Richter skalanum, og var 61 kilometrar í ein útsynning frá býnum Davao, á oynni Mindanao á einum 28 kilometra dýpi. Hús og bygningar eru raplað niður, men enn er ikki greitt, hvussu stórur skaðin er. Í løtuni verður dentur lagdur á at hjálpa íbúgvum, geva teimum mat, vatn og annað Í kjalarvørrinum av ósemjuni um minking av CO2 útláti til Cop 25 veðurlagsráðstevnuna hjá ST í dag, so halda løgtingskvinnurnar Hervør Pálsdóttir og Ingilín Didriksen Strøm, at landsstýrið í Føroyum hugsar ov lítið um umhvørvið og veðurlagsbroytingar, og at tað er ein trupulleiki at útseta slík mál. Ingilín Didriksen Strøm og Hervør Pálsdóttir heittu í september mánaði á nýggja landstýrið um ikki at gloyma umhvørvi og veðurlagsbroytingarnar. Nú eru tríggir mánaðir lidnir, og enn eru ongar ítøkiligar ætlanir á økinum, siga tær báðar. Michael Gove, sum er ráðharri í stjørnini hjá Boris Johnson, sigur, at Bretland fer úr ES í seinasta lagi 31. januar, og ein nýggj handilsavtala verður gjørd áðrenn 2020 er av. Tað skrivar Reuters. Eftir stóra valsigurin hjá Konsertvativa Flokkinum hósdagin fer Boris Johnson at halda tað, hann lovaði. At fáa Brexit avgreitt og gera enduríløgur í bretskar heilsutænastur. Eisini heilsuverkið og heilsutænastur verða raðfestar fyrst, sigur Gove. Heilsuverkið fylti nógv í valstríðnum up til valið, sum var hósdagin. Hægstirættur í USA hevur góðtikið at lurta eftir einari frágreiðing frá amerikanska forsetanum, Donald Trump, hví hann ikki vil eftirlíka kravinum at útflýggja persónligu skattaupplýsingarnar. Trump roynir at sleppa undan at útflýggja bankaupplýsingar, sjálvuppgávur og onnur skjøl, sum millum annað ein nevnd í umboðsmannatinginum hevur biðið um innlit í. Tað eydnaðist ikki at finna eina semju um at broyta reglurnar um handil við kvotum av CO2 útláti í endaligu avtaluni á COP 25 veðurlagsráðstevnuni, sum endaði í Madrid í dag. Ráðstevnan skuldi enda fríggjadagin, men dróg út, tí ósemjur vóru um keyp og sølu av kvotum av CO2 útláti. Sum nú er, kunnu fátæku londini selja sínar kvotur til ríku londini, sum harvið sleppa undan at tálma sítt CO2 útlát. Eingin semja varð funnin, hóast fundurin bleiv tveir longri enn ætlað, og tí bleiv spurningurin útsettur til COP 26 verðurlagsráðstevnuna næsta ár. Mótmælini í Hong Kong halda fram. Í dag vóru mótmælisfólk aftur farin í handilsmiðstøðir at mótmæla, sum eru á tremur við fólki, sum keypa inn til jóla, í hesum døgum. Løgreglan nýtti piparspray og handtók fleiri fólk. Tað skrivar Reuters. Eftir øllum at døma hava mótmælisfólkini avbyrgt inngongdir, brotið glashurðar og gjørt herverk, millum annað við veggjakrutli. Nógvir handlar stongdu av tí sama. Mótmælini í dag eru orsakað av, at leiðarin í Hong Kong, Carrie Lam, er farin til Beijing at hitta kinesiska leiðaran Xi Jinping. Lam hevur sagt, at vitjanin snýr seg um temja harðskapin og fáa skil í aftur í Hong Kong. Hong Kong er drigið inní størstu politisku kreppuna í áratíggju. Síðani juni mánað hava stór og ógvuslig mótmæli verið, sum snúgva seg um fólkaræði, og tey mótmæla kinesiskari uppílegging í viðurskiftini í Hong Kong. Nú mótmæla tey so eisini harðskapi frá løgregluni, sum hevur handfarið mótmælini til dømis við piparspray, at skjóta gummikúlur og at berja fólk niður. Vit hoyra 17. part av jólakalendaranum Konan, ið varð lítil sum ein teskeið . Sara Kadefors og Alf Prøysen eiga handritið. Hetta er ein jólakalendari, sum vit hava fingið úr Svøríki. Søgan var fyrru ferð at hoyra í 2012 Vit hoyra 16. part av jólakalendaranum Konan, ið varð lítil sum ein teskeið . Sara Kadefors og Alf Prøysen eiga handritið. Hetta er ein jólakalendari, sum vit hava fingið úr Svøríki. Søgan var fyrru ferð at hoyra í 2012 Tað er spell, at ikki meira spurdist burturúr í Madrid, har ST veðurlagsráðstevnan COP 25 júst er liðug. Tað heldur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í Umhvørvismálum. Tað eru serliga ES londini og menningarlond, sum streingja á at seta enn hægri krøv til útlátsminking enn París sáttmálin frá 2015 ásetur. Men hvat fer Føroyar at gera Skulu vit seta okkum sjálvum enn hægri krøv, enn tey, sum vit hava bundið okkum til í Paríssáttmálanum Tað spyrja við landsstýrismannin um í samrøðuni. Andstøðupolitikarar hava funnist at samgonguni fyri ikki at hava nakrar ítøkiligar ætlanir á økinum. Hervør Pálsdóttir úr Tjóðveldi eftirlýsir at landsstýrismaðurin kemur við ítøkiligum lógaruppskoti á økinum og Ingilín Didriksen Strøm finnist at manglandi langtíðarætlan hjá landsstýrinum á umhvørvisøkinum. Undanfarna landsstýriskvinnan í Umhvørvismálum, Sirið Stenberg, hevði sum mál, at Føroyar skulu vera útlátsneutralt í 2050, sum Paríssáttmálin ásetur fyri at náa hesum máli, skuldu helvtin av øllum húsarhaldum leggja um til grøna orku í 2030. Hann heldur, at skilir man netið frá SEV, so veitarar kunnu framleiða beinleiðis til brúkaran, fara nógv at leggja um, tí so kunnu framleiðarar gera tað lættari at leggja um, eitt nú við at læna útgerðina út. Vit hoyra 19. part av jólakalendaranum Konan, ið varð lítil sum ein teskeið . Sara Kadefors og Alf Prøysen eiga handritið. Hetta er ein jólakalendari, sum vit hava fingið úr Svøríki. Søgan var fyrru ferð at hoyra í 2012 Bárður á Steig Nielsen, løgmaður hevur boðið Boris Johnson til Føroya. Konservativi forsætisráðharrin vann stórsigur hósdagin, og hevur boðað frá, at Brexit verður samtykt í hesum árinum, og tað er millum annað tað, sum løgmaður vil tosa við hann um Føroyar mugu fyrireika seg til útlitini til eitt skjótt Brexit, sigur Bárður Nielsen løgmaður Vit hoyra 20. part av jólakalendaranum Konan, ið varð lítil sum ein teskeið . Sara Kadefors og Alf Prøysen eiga handritið. Hetta er ein jólakalendari, sum vit hava fingið úr Svøríki. Søgan var fyrru ferð at hoyra í 2012 Vit hoyra 21. part av jólakalendaranum Konan, ið varð lítil sum ein teskeið . Sara Kadefors og Alf Prøysen eiga handritið. Hetta er ein jólakalendari, sum vit hava fingið úr Svøríki. Søgan var fyrru ferð at hoyra í 2012 Vit hoyra 22. part av jólakalendaranum Konan, ið varð lítil sum ein teskeið . Sara Kadefors og Alf Prøysen eiga handritið. Hetta er ein jólakalendari, sum vit hava fingið úr Svøríki. Søgan var fyrru ferð at hoyra í 2012 Vit hoyra 23. part av jólakalendaranum Konan, ið varð lítil sum ein teskeið . Sara Kadefors og Alf Prøysen eiga handritið. Hetta er ein jólakalendari, sum vit hava fingið úr Svøríki. Søgan var fyrru ferð at hoyra í 2012 Vit hoyra 24. part av jólakalendaranum Konan, ið varð lítil sum ein teskeið . Sara Kadefors og Alf Prøysen eiga handritið. Hetta er ein jólakalendari, sum vit hava fingið úr Svøríki. Søgan var fyrru ferð at hoyra í 2012 BBC dokumentarsending, sum viðger fylgjurnar av oyðileggjandi veðurlagsbroytingunum. Jørðin er bara tvey stig frá eini veðurlagsvanlukku, og heldur alheimsupphitingin fram við somu ferð sum higartil, hendir ein varandi umhvørvislig oyðing innan 40 ár. Í sendingini hitta vit nøkur av teimum, sum eru beinleiðis ávirkað av veðurlagsbroytingunum, og heimsins leiðandi serfrøðingar á økinum greiða frá, hvørji útlitini eru, um vit ikki skjótt leggja á annan bógv. Vit kunnu øll gera okkara part, men tað krevur, at vit gera nakað alt fyri eitt. Plátan streyk beinanvegin upp á Top 10 í fleiri enn 20 londum, so góða undirtøkan helt fram hjá hesum svenska bólki, ið byrjaði við bólkanavninum Gyllene Tider. Í USA var talan um eina stytta útgávu av Crash Boom Bang upprunaplátuni við heitinum Favorites From Crash Boom Bang . Vit spæla nøkur av løgunum og hoyra um plátuna, men hesin Temaplátutáttur er partvíst eisini ein minnissending um høvuðssangaran í Roxette, Marie Fredriksson, sum doyði mánadagin 9. des. 19. Plátubarrin 14. des. 19. Landsstýrismaðurin ráðførdi seg fríggjadagin við uttanlandsnevndina, har hann bað nevndina taka undir við, at uppsøgnin av Hoyvíkssáttmálanum verður ógildað. Fær hann undirtøku frá uttanlandsnevndini til tess, fer Jenis av Rana á tingfundinum seinnapartin í dag at leggja fram uppskot til samtyktar um at ógilda uppsøgnina av Hoyvíkssáttmálanum. Fjórða árið á rað, velur Morgunsendingin ársins orð. Í 2016 var ársins orð hjúnabandslóg, 2017 var tað fiskivinnunýskipan og 2019 ræstkjøtaburgari. At hjálpa morgunsendingini at velja ársins orð, hava vit fingið Sólvu Jónsdóttir, forkvinnu í Málráðnum, Jón Brian Hvidtfeldt, sum er formaður í Felagnum fyri Føroysk Miðlafólk og Annu Sofíu Lava frá felagnum Samfelag, sum er felagið fyri føroyskar samfelagsfrøðingar. Eirikur Lindenskov, blaðstjóri vitjar í morgunsendingini, har hann greiðir frá, hví tátturin at heiðra ársins føroying er tikin upp aftur. Tað stendur lesarunum frítt at senda uppskot inn og grundgeva fyri, hvør ársins føroyingur eigur at vera. Freistin at senda uppskot inn er hósdagin 19. desember. Uttan iva eru tað fleiri, sum hava tikið føroysku klæðini fram og eru við at gera tey klár til høgtíðsdagarnar fyri framman. Ein, sum hevur fingist við føroyska búnan alt árið, serliga kvinnubúnan, er Livar Nysted úr Hvannasundi, sum hevur málað óteljandi málningar av kvinnum í føroyskum búna. Eyð Matras hevur verið norðuri í Hvannasundi og vitja Livar, fyri at kanna henda seráhuga fyri kvinnuni í føroyskum búna. H kan Ericson er nýggjur landsliðsvenjari hjá Føroyum. Tað boðaði Fótbóltssamband Føroya frá á tíðindafundi fyri løtu síðani. 59 ára gamli sviin hevur arbeitt fyri svenska fótbóltssambandið síðan 2009, millum annað sum venjari hjá U21 landsliðnum, sum vann EM í Danmark í 2015. Nýggi landsliðsvenjarin skal ikku búgva í Føroyum, men kemur at ferðast aftur og fram. H kan Ericson hevur skrivað undir sáttmála, sum er galdandi í fýra ár. Stórbýurin larmar og skapar skógarlongsul. Minni makliga lívið har gevur meira meining. Smiðjulív og skúlaskapur kunnu sameinast, eins væl og áarføri, kærleiki og kajakkferðir. The pioneering spirit, slóðbrótandi andin, dregur ein út hagar, ið náttúrumyndirnar eru livandi, og har toilett við vesi verður til nátthús við bukku. Skógurin angar av onkrum í frískligu luftini. Heystarvindar koma. Tá smíða tey kajakkir. Eitt fimmmannafar er komið at standa mitt inni í kanadiska skóginum. 21 milliónir krónur eru settar av til viðlíkahald á fíggjarlógini næsta ár, og við somu pengum skal grøna orkuskiftið fremjast. Komandi árini má væl meira setast av til endamálið, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður. Malou og Alex ivast ikki í, at tað vera tey bæði, til deyðin skilir. Tey skulu fylgjast bæði eftir kirkjugólvinum, men eisini hevur tað nógv at siga, at tey fara á universitetið saman. Malou fær mest 12 tøl, so Alex má spíla seg út til avgerandi HF próvtøkurnar. Tær verða altavgerandi fyri, um hann sleppur inn, so hann kann lesa saman við Malou. Steinbjørn Hardlei er 50 ára gamal og útbúgvin cand.oecon. frá universitetinum í rhus. Harumframt hevur hann sertifiseraða altjóða útbúgving innan broytingarleiðslu, sigur Uttanríkis og Mentamálaráðið. Steinbjørn Hardlei hevur 20 ára leiðsluroyndir frá størri fyritøkum og skúlum. Hann hevur leiðsluroyndir frá Eik Banka og Atlantic Airways, har hann serliga hevur havt ábyrgd innan starvsfólkaøkið og organisatoriska økið. Hann var stjóri á Føroya Handilsskúla, tá ið samanleggingin av teimum trimum skúlunum á Glasi byrjaði. Eftir samanleggingina var hann settur sum umsitingarstjóri, og seinastu mánaðirnar hevur hann verður virkandi rektari á Glasi. Marita Thomsen er útbúgvin simultantulkur og týðari, og hon tulkar sum oftast bæði úr enskum ella til enskt og úr sponskum ella til spanskt. Vit hoyra søguna Gleðilig Jól. Finnur S. Olsen lesur. Dánjal Tavsen ger ljóðmyndina. Jákup í Skemmuni týddi til føroyskt. Eyvind Skeie hevur skrivað søguna Tað ger Almannamálaráðið greitt í skrivi til Fíggjarnevndina, sum hevur biðið um eitt yvirlit yvir gongdina í verkætlanum, sum eru settar í verk. Í yvirlitinum verða nevndar tríggjar verkætlanir um at byggja nýggjar bygningar. Heimið í Kvíggjartúni á Argjum til børn og ung við autismu hevur verið mett at kosta 29 milliónir krónur. Arbeiðið at gera bygningin verður boðið út í næsta mánaði, men longu nú væntar Almannamálaráðið, at byggikostnaðurin verður størri enn heimildin í lógini. Tí verður kanska neyðugt at biðja um størri játtan í mars næsta ár. Eisini Heimið á Mýruni í Hoyvík til fólk við menningartarni verður kanska dýrari enn mett. Men longu nú hevur Almannamálaráðið hevur vent sær til Fíggjarmálaráðið við fyrispurningi, um prosjekteringin kann halda fram, hóast kostnaðurin kanska verður størri enn mett. Triðja byggingin er heimið til fólk við menningartarni og fjølbreki í Reynstúni. Tann fíggingin er ongantíð samtykt, tí lógin at heimila pengar fall burtur, tá løgtingið fór í summarfrí. Kortini væntar Almannamálaráðið, at byggikostnaðurin verður størri enn upprunaliga mett. Almannamálaráðið nevnir ongastaðni í skrivinum, hvussu nógv verkætlanirnar væntandi fara dýrka. Men ráðið upplýsir, at tað í løtuni kannar, um tað er mest skynsamt, at verklagslógir ikki verða lagdar fyri løgtingið, fyrr enn verkætlanin er liðugt prosjekterað, boðin út, og tilboð komin inn. Tær hava eitt minnilutauppskot í Fíggjarnevndini til fíggjarlógina. Kristina Háfoss og Ruth Vang siga, at heildarveitingin eigur at verða lækkað 65 milliónir krónur í 2020. Tað skal verða gjørt sum liður í at gera Føroyar búskaparliga sjálvbjargnar og at gera fíggjarlógina leysa av blokkinum eftir einum áramáli. Musharaff varð dømdur til deyða in absentia. Tað er, at hann var ikki staddur í rættinum, tá dómurin varð sagdur. Musharaff er í løtuni í útlegd í Dubai fyri at sleppa undan revsing. Fyrrverandi generalurin tók valdið í Pakistan í 1999, tá hann koyrdi stjórnina hjá táverandi forsætisráðharranum, Nawaz Sharif, frá. Musharaff var foreti frá 2001 til 2008. Málið um hásvikagerð snýr seg um, hvssu fyrrverandi forsetin handfór støðuna í landinum, tá hann setti undtaksstøðu í gildi í fleiri vikur. Grundlógin varð sett til viks, og tjóðartingið varð koyrt til hús. Tá dómararnir søgdu, at undantaksstøðan varð ógildug, koyrdi Musharaff teir frá. Rættarmálið móti Musharaff byrjaði í 2014, men tað er útsett fleiri ferðir, tí forsetin var sjúkur. Hann er fyrsti forseti í Pakistan, sum verður dømdur fyri at hava sett seg sjálvan oman fyri lógina. Bæði í 2013 og í fjør royndi Musharaff at stilla upp til forsetavalið í Pakistan, men ein dómstólur í Pakistan vildi ikki loyva honum at stilla upp. Forboð varð sett fyri at flúgva við MAX flogførunum hjá Boeing í mars, men kortini hevur Boeing hildið fram at gera hesi flogførini. Verksmiðjan hevur í meðal gjørt 42 MAX flogfør um mánaðin. Forboðið varð sett í verk, eftir at tvey 737 MAX flogfør duttu niður í Indonesia og Etiopia. Fimm mánaðir vóru millum flogvanlukkurnar, sum kravdu tilsamans 346 mannalív. Reuters skrivar, at eingi útlit eru til, at forboðið verður sett úr gildi í bræði. Nevndin í Boeing hevur havt fund í tveir dagar í Chicago, sum endaði við, at avgjørt varð at gevast við framleiðsluni av MAX flogførunum. Orsøkin til, at fyritøkan fyribils gevst at gera hesi flogførini, er, at tað er óvist, nær tað aftur verður loyvt at flúgva við teimum. Vinnunevndin fór á fund klokkan 11 at viðgera lógina um sjófeingi. Nú verður umrøtt, hvat samgongan og andstøðan í nevndini kunnu vera felags um í einum áliti. Mest sannlíkt er, at andstøðan, sum hevur meirilutan í Vinnunevndini, kemur við sínum egna áliti, og at samgongan, sum hevur minnilutan í Vinnunevndini, kemur við sínum. Tað er nógv eftir at fáa greiði á. Tað er ikki bara sjálv lógin um sjófeingi, sum arbeiðið í Vinnunevndini snýr seg um. Tað eru fleiri onnur ógreið viðurskifti, sigur Johan Dahl, næstformaður í Vinnunevndini. Eingi álit vórðu løgd fram á tingfundinum, sum varð settur klokkan 11, og tingdundurin varð tí niðurlagdur til klokkan 15 seinnapartin. Løgtingið samtykti hesa tíðina í fjør at siga Hoyvíkssáttmálan upp, tí løgtingið hevði samtykt, at øll útlendsk feløg skuldu úr føroysku fiskivinnuni eftir nøkrum árum. Í heyst hava samráðingar verið millum londini um sáttmálan, og eftir ráðførslu í Uttanlandsnevndini, gjørdi ein stórur partur av nevndini av at heita á landsstýrismannin um at ógilda uppsøgnina av Hoyvíkssáttmálanum. Tveir av limunum í Uttanlandsnevndini vildu hava landsstýrismannin at gera onkrar broytingar gjørdar fyrst, og tær eru gjørdar, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður. Uppskot til samtyktar skulu bara hava tvær viðgerðir í løgtinginum. Tí roknar landsstýrismaðurin við, at løgtingið avgreiðir uppskotið, áðrenn tað fer í jólafrí, so Hoyvíkssáttmálin kann halda fram. Vit hoyra søguna Tey heitu jólini. Søgan er úr savninum Søgunámið, sum Steintór Rasmusen hevur skrivað. Savnið kom út í 2019. Jákup Dahl Wardum lesur. 1. november var fólkatalið 51.999, og tað vaks 806 fólk frá 1. november í fjør til 1. november í ár. Vøksturin er 1,6 prosent. Burðaravlopið var 272 fólk, og nettotilflytingin var 534 fólk. Í tali var vøksturin størstur í høvuðsstaðarøkinum, men lutfalsliga størstur í Eysturoynni og í Vágum, og nakað minni í Streymoynni og Norðoyggjum, vísa tøl hjá Hagstovuni. Vit hoyra søguna Blinda gentan. Søgan er úr savninum Søgunámið, sum Steintór Rasmusen hevur skrivað. Savnið kom út í 2019. Jákup Dahl Wardum lesur. Vit hoyra søguna Lykilin. Søgan er úr savninum Søgunámið, sum Steintór Rasmusen hevur skrivað. Savnið kom út í 2019. Jákup Dahl Wardum lesur. Hetta fegnast Siri Tórgarð, integrasjónssamskipari, um, tí nú er tað ikki tilvildin, sum ræður, tá tað snýr seg um góðskuna í frálæruni í føroyskum. Nýggja námsætlanin um frálæru í føroyskum til tilflytarar er kærkomin, tí hon ger, at tað ikki verður tilvildarligt, um tilflytarin lærir føroyskt. Fyrst í komandi ári verður ferð sett á at gera umvælingarnar, ið klassin krevur. Ferjan skal brúkast sum farmaskip til tungan farm. Jólini eru ársins stóra høgtíð, har øll gleðast og minnast Jesu føðing. Hetta verður gjørt við at familjan savnast og siður er, at geva hvørjum øðrum gávur. Tó, nøkur eru, sum av ymiskum orsøkum, ikki halda jól. Ofta er tað teirra trúarlív, sum ger, at tey ikki halda jól, og nøkur teirra er trúarbólkurin Jehova Vitni. Í útvarpsstovuni eru Otniel Nygaard og sonur Otniel, Julian Nygaard, sum báðir greiða frá hvussu tað er at vera Jehova Vitni í hesum jóladøgum Jarðskjálvtarnir byrjaðu sunnumorgunin. Níggju jarðskjálvtar eru mátaðir til millum 3,0 og 3,7 í styrki, men sambært jarðfrøðistovninum eru eingi tekin um eldgos. Røðin av jarðskjálvtum byrjaði um 7 tíðina sunnumorgunin, tá vóru jarðskjálvtar upp í 3,5 í styrki. Skjálvtarnir hæsaðu av, men byrjaðu aftur sunnukvøldið. Tá vóru harðastu skjálvtarnir upp í 3,6 og 3,7 í styrki. Eisini í gjár hava ristingar verið, serliga hava fólk í høvuðsstaðarøkinum og á Akranesi merkt skjálvtarnar. Beint í hesi løtu verður telvað um nýggju fiskivinnulóggávuna. Tað hevur í allan dag verið smaráðst inni í samgonguni í løgtinginum og á Gamla Apoteki, eins og málið hevur verður viðgjørt í vinnunevndini. Breddin er í dag staddur í Løgtinginum, her vit fylgja við gongdini og viðgera nøkur av viðurskiftunum í fíggjarlógini og í sjófeingislógini. Vit hava sett eina útvarpsstovu upp í fjølmiðlarrúminum í Løgtinginum, her vit fáa vitjan av politikarum at kjakast um sjófeingislógina og um fíggjarlógina. Luttakarar Djóni Højgaard, formaður í Búskaparráðnum, Johan Dahl, limur í vinnunevndini, Magnus Rasmussen, formaður í fíggjarnevndini, Kristina Háfoss, fíggjarnevndarlimur, Ruth Vang, fíggjarnevndarlimur, Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, Bjørt Samuelsen, forkvinna í vinnunevndini og Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður. Tá uppskotið til fíggjarlóg kom í løgtingið, bendi á, at tunlarnir Norður um Fjall máttu bíða til 2021. Men nú tykist greitt, at 15 milliónir verða settar av til nýggjar tunlar longu næsta ár. Hetta gevur vón hjá fólkunum eystan Múla. Avlopið á fíggjarlógini fyri 2020 er tódnað niður í umleið 220 milliónir krónur. Samstundis er rakstrarvøksturin seks prosent, samanborið við 3,5 prosentum í játtanarkørmunum hjá undanfarnu samgongu. Neyðugt er at játta fýra milliónir krónur komandi tvey trý árini, so brimverjur kunnu gerast framman fyri fornminni, sum eru í vanda fyri at fara í havið. Talan er um Sóknarkirkjuna í Kirkjubø og tey fornminni, ið har eru, og bakkaverjur á Sondum heima á Sandi og á Bønhúsfløtu í Nesi í Hvalba. Tað verður sagt í einum uppriti til Mentamálaráðið. Tað kann tykjast langt millum samgongu og andstøðu í fiskivinnumálinum, men tað eru í høvuðsheitinum seks høvuðstættir, sum skilja partarnar. Jólatónleikur kann blíva øgiliga poleraður og kremuttur. Men her eru tveir tímar við øðrvísi jólatónleiki, sum fevna um sera ymiskar sjangrur. Fjórða sunnudag í advent, sjálvan jólaaftan, eru vit í OL býnum Lillehammer saman við programmleiðarunum Jannicke Farstad og Reidar Kjæstad. Heima á jólum ella fara í summarhús Jólini eru sanniliga siðbundna hátíðin, men viðhvørt mugu vit sleppa gomlum siðum og geva pláss fyri nýggjum. Familjusálarfrøðingurin Marie Theisen kemur við góðum ráðum, um huglag. Í kvøld koma millum annað rithøvundarnir Simon Stranger og Brit Aksnes. Norskir bókhandlarar hava kosið Simon Strangers Leksikon om lys og mørke til ársins bestu bók. At vera smálamb og skula út úr fjósinum fyrstu ferð er bæði ræðandi og spennandi. Tey fara sína fyrstu ferð við báti. Kari Anne er eisini spent, tí hon væntar sær ein gest. Tað sigur hon greitt í samrøðu við Danmarks Radio í gjár. Fyrradagin segði norðurlendski stjórin í Huawei, Kenneth Fredriksen, annars, at Huawei hvørki kann ella vil lurta á nøkrum 5G neti. Amerikanska sendikvinnan ávaraði í tíðargrein í Sosialinum í síðsta mánað føroyingar ímóti at lata Huawei byggja 5G netið í Føroyum. Tað gjørdi amerikanska sendikvinnan, tí vandi er fyri, at kinesarar kunnu fáa hendur á viðkvomum upplýsingum tó uttan at hon var meira ítøkilig enn tað. Carla Sands nevnir eingi ítøkilig prógv um njósning í samrøðuni við Danmarks Radio í gjár, hóast journalisturin í fleiri førum spyr hana um prógv. Hon nevnir tó, at tøknin hjá Huawei í mun til tøknina hjá øðrum televeitarum ikki er nóg gjøgnumskygd, tí partar av kinesisku tøknini kunnu ikki býtast um við tøkni hjá øðrum fyritøkum. Amerikansksa sendikvinnan í Danmark, Carla Sands, skuldsetur eisini Huawei fyri at stjala tøkni frá øðrum fyritøkum. Sendikvinnan nevnir tó eingi prógv. Meirilutin í Rættarnevndini hjá løgtinginum heldur ikki, at tað er so stórur munur á føroyskum og donskum viðurskiftum innan løgregluna, at tað er neyðugt við serligum ráði. Politistafelagið hevur annars gjørt greitt, at tað ikki vil, at kærumál og onnur mál móti løgreglufólkum skulu viðgerðast í Danmark. Ístaðin áttu føroyingar at gjørt sum grønlendingar, ið hava serligt ráð fyri kærumál móti løgregluni. Tað ger danska politistafelagið greitt í skrivi, sum tað hevur sent Rættarnevndini vegna føroyska Politistafelagið. Føroyska Politistafelagið hevur eisini biðið um, at sleppa kravinum um, at fútin skal hava løgfrøðiligt embætisprógv. Men heldur ikki hesum ynski gongur eftirlíkar meirilutin í Rættarnevndini hjá løgtinginum. Fútin hevur fleiri heimildir og uppgávur enn ein politistjóri í Danmark, skrivar meirilutin millum annað í grundgevingunum í álitinum til uppskotið. Uppskotið hevur aðru viðgerð í løgtinginum í dag. Málið í rættinum eigur at vera føroyskt burturav. Tað skrivar løgtingskvinnan Sirið Stenberg í sínum minnilutaáliti til uppskotið um nýggja rættargangslóg Fólk, sum skulu fyri rættarskipanina, eru í sera veikari støðu. At skula tosa eitt annað mál í slíkari støðu kann gera støðuna enn verri, skrivar Sirið Stenberg. Tí heldur grundgevingin ikki at siga, at danskt skal vera í rættinum, bara tí málsøkið ikki er á føroyskum hondum, sigur hon. Uppskotið um rættargangslóg hevur aðru viðgerð í løgtinginum í dag. Tey, ið fáast við ymiskt heimavirki, skulu nú kunna selja fyri 50.000 krónur skattafrítt. Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um broyting í Løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt. Tá talan er um heimavirki, er í flestu førum talan um ítriv og ikki vinnu, skattliga viðgerðin er ymisk, alt eftir, um talan er um ítriv ella vinnu. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, sigur, at endamálið við uppskotinum er at taka forðingar burtur fyri føroyskum heimavirki, sum eru í skattalógini. Hanus Johannessen, stigtakari vithjaði morgusendingina saman við trimum av teimum ungu sjónleikarunum, sum spæla við í Jólaroki og Vættrahjálp. Vit hoyra søguna Fríði. Søgan er úr savninum Søgunámið, sum Steintór Rasmusen hevur skrivað. Savnið kom út í 2019. Jákup Dahl Wardum lesur. Vit hoyra søguna Blinda gentan. Søgan er úr savninum Søgunámið, sum Steintór Rasmusen hevur skrivað. Savnið kom út í 2019. Jákup Dahl Wardum lesur. Vit hoyra søguna Lyktarpelin. Søgan er úr savninum Søgunámið, sum Steintór Rasmusen hevur skrivað. Savnið kom út í 2019. Jákup Dahl Wardum lesur. Luttakarar hesaferð Elinborg Mortensen, Hanus Johannessen, Tara Falck, Súsanna Ólavsdóttir, Harald Egholm, Helgi Joensen, Tróndur Olsen, Niclas Heri Jákupsson. Vit sóu møguleika í Hoyvíkssáttmálanum, men enn hevur hann bara verið ein bági. Og nú sáttmálin skal setast í gildi aftur, eiga landbúnaðarvørurnar at verða tiknar úr sáttmálanum, áðrenn tað verður gjørt. Tá tað er gjørt kunnu vit samráðast á jøvnum føti um, hvørjar og hvussu nógv av hvørjari vøru, vit selja til hvønn annan í fríum handli. Nógvir sangir og sálmar vórðu skotnir upp, og til ber nú at atkvøða millum teir sangirnar og sálmarnar, sum flest lurtarar hava skotið upp. Teir sangirnir ella sálmarnir, sum fáa flest atkvøður, verða viðgjørdir í morgunsendingini mánamorgunin 23. desember, har tríggir tónleikakønir gestir koma á gátt at velja vinnaran. Tey ringja í sambandi við deyðsbúgv, sum er til viðgerðar í skiftirættinum. Tað skrivar heimasíðan hjá Føroya rætti. Tey, sum ringja, biðja um persónligar upplýsingar, sum til dømis p tal ella NemID. Hetta er beint ímóti mannagongdini í rættinum, sum forðar fyri, at spurt verður um loynir, ella um aðrar upplýsingar, sum geva atgongd til persónlig viðurskifti, uttan gjøgnum tey skjøl, sum eru partur av viðgerðini av deyðsbúnum. Tilburðir um hetta hava verið í Danmark. Føroya rættur veit ikki um, at hetta er hent í Føroyum, men kunnger ávaringina, tí Føroya rættur er partur av danska dómsvaldinum. Hóast ongar ætlanir eru um at byggja 5G net í Grønlandi, hevur stjórin í Tele Post, Kristian Reinert Davidsen, longu gjørt av, at Huawei sleppur ikki at lata útgerð til útbyggingina. Tað verður í staðin svenska telefyritøkan Ericsson, skrivar grønlendska kringvarpið, KNR. Útbyggingin av 4G netinum, sum røkkur alt Grønland, var liðug í november í fjør. Ericsson stóð fyri hesi útbyggingini. 5G kemur til Grønlands, men einki er avgjørt, nær tað verður. Og tað verður ikki Huawei, sum fer at lata útgerðina, sigur Kristian Reinert Davidsen, forstjóri í Tele Post. Kristian Reinert Davidsen er fyrrverandi stjóri í Føroya Tele, og var stjóri har, tá samstarvið millum Føroya Tele og Huawei byrjaði. Alt fartelefonnetið varð skift í fjør. Skulu vit brúka eina aðra fyritøku at lata útgerðina til 5G, verður neyðugt at skifta alla útgerðina eina ferð aftrat, og tað er ikki sannlíkt, sigur Kristian Reinert Davidsen. Tele Post avgjørdi at taka av tilboðnum frá Ericsson um 4G netið í november 2017. Ein heildarmeting varð avgerandi fyri avgerðina, bæði dygd og prísur, men trygdin var eisini ein partur av metingini. Tað er ilt at siga, hvørji kervi eru best. Vit hildu, at Ericsson var tað besta. Men eg dugi ikki at siga, um ein fyritøka er tryggari enn ein onnur, sigur Kristian Reinert Davidsen við KNR. Men Kina hevur latið aðra samskiftisútgerð til Grønlands. Eitt nú hevur Huawei sett upp støðir til sjókaðalin millum Grønland, Kanada og Ísland. Í Føroyum hevur Huawei latið útgerð til 4G netið, bæði hjá Føroya Tele og Hey. Føroya Tele samstarvar við Huawei um at lata útgerðina til 5G netið, sum ætlanin er at seta upp, men eingin sáttmáli er gjørdur við kinesiska tele risan. Aliøkið hjá Bakkafrosti í Hvannasundi er so illa dálkað, at Umhvørvisstovan mælir til at avmarka alingina. Regin Jacobsen er gestur útvarpsstovuni. Skotland atkvøddi heilt øðrvísi enn restin av Stóra Bretlandi í síðstu viku er eitt nýtt loysingarstríð í eygsjón, og kloyva fólkaatkvøður samfeløg meira tær geva svar uppá spurningar Luttakarar Suni Petersen, deildarleiðari á Umhvørvisstovuni, Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti, Regin Berg, stjórnmálafrøðingur. 17 atkvøður vóru fyri, seks ímóti, og níggju atkvøður vóru blankar. Øll broytingaruppskotini frá andstøðuflokkunum í fíggjarnevndini fullu. Eftir átta tímar drúgt orðaskifti í Kongressini, var meiriluti fyri fyrsta punkti í ríkisrættarákæruni móti amerikanska forsetanum, Donald Trump. Fyrsta punktið snýr seg um valdsmisnýtslu. Tað snýr seg um, at Trump heitti á Ukraina um at kanna kappingarneytan til forsetavalið, Joe Biden, samstundis sum hann helt hernaðarliga stuðulinum aftur. 230 atkvøddu fyri ríkisrætti og 197 vóru í móti. Síðani varð atkvøtt um annað punkt um at forsetin forðaði kanningararbeiðnum hjá Kongressini við at mótarbeiða teimum fólkavaldu við at áleggja starvsfólkum at skúgva til viks stevningar, sum ríkisrættargranskingin hevur reist. Eftir stundum harðan orðadrátt og sterkar kenslur, varð atkvøtt um annað punkt, og tá vóru 229 kongresslimir fyri ríkisrætti, meðan 198 vóru í móti. Demokratarnir hava meirlutan í Umboðsmannatinginum, men tað er Senatið, har Republikanarar hava meirlutan, sum skal virka sum nevningar í einum ríkisrættarmáli. Eftir atkvøðugreiðsluna varð Nancy Pelosi, forkvinna hjá Demokratunum, spurd, um hon fer at senda Senatinum ákæruna beinanvegin, men tað vildi hon ikki lova, sambært amerikonskum miðlum. Gitt verður, at Nancy Pelosi fer at bíða eitt sindur av taktiskum orsøkum. Tað er tí óvist, nær ríksirættarmálið móti Trump kemur fyri í Senatinum. Hetta er triðju ferð, ein amerikanskur forseti skal fyri ein ríkisrætt. Teir einastu forsetarnir, ið fyrr hava verið fyri einum ríkisrætti, eru demokratarnir Andrew Johnson í 1868 og Bill Clinton í 1998. Bretskir myndugleikar hava sagt, at samráðingarnar um fríhandilsavtalu við ES skulu verða lidnar í 2020. Men Michel Barnier sigur, at tað verður sera trupult at fáa avtalu eftir 11 mánaðum. Bretland fer kortini fylgja ES reglum og vera partur av innara marknaðinum í ES í 2020, meðan samráðst verður um, hvussu viðurskiftini skulu vera í framtíðini. Bretska stjórnin vil hava sett í lógina, at politiskur meiriluti í undirhúsinum kann ikki noyða stjórnina at leingja fyribilsavtaluna, um samráðingarnar um fríhandilsavtaluna draga út. Men forkvinnan í ES nevndini, Ursula von der Leyen, sigur, at hetta kann elva til trupulleikar bæði í Bretlandi og ES, um samráðingarnar um fríhandilsavtaluna ikki verða lidnar um eitt ár. Úr ytstu oyggj til teir stóru skógirnar inni í landinum, ynskir sendingin Í óbygdum góð og gleðilig jól Her eru brot úr sendingum í 2018. Jólafilmar hoyra desembur mánaði og jólunum til. Hermann Eliasen, miðlafrøðingur, hugleiðir um teir bestu jólafilmarnar, og hvat ger ein jólafilm til ein jólafilm. Flestu jólafilmarnir snúgva seg um at minnast tað týdningarmikla í lívinum, at vera góð ur við fólkini rundan um seg og ikki hugsa ov nógv um tað materiella. Tað eru summir klassiskir jólafilmar, sum verða spældir aftur hvørt ár. Nøkur dømi um klassiskar jólafilmar eru It s a Wonderful Life, A Christmas Carol og Home Alone. Dømi um romantiskar jólafilmar eru the Holiday og Love Actually. Aðrir jólafilmar eru til dømis. How the Grinch Stole Christmas, Edward Scissorhands, The Nightmare Before Christmas og Elf. So eru nakrir øðrvísi jólafilmar, til dømis Die Hard. Hann hevur ongan jólaboðskap, men gongur fyri seg á jólum og verður tí sæddur sum ein jólafilmur av mongum. Hald er lagt á 17,1 kilo av hassji, sum er dupult so nógv sum fyri einum ári síðan, skrivar TAKS. Virðið á hassjinum er mett at vera 4,3 milliónir. Nøgdin á sterkari rúsevnum er eisini støðugt vaksin. Í ár hevur tolleftirlitið lagt hald á eitt kilo av amfetamini, 500 LSD frímerkir, 45 gramm av MDMA og 50 gramm av kokaini. Hví byrjaðu ung fólk fyri 50 árum síðan at dyrka eysturlendskan átrúnað og andligar vegleiðarar Hesaferð hitta vit Inger, sum fekk hjálp frá Osho guru, so hon fekk svar upp á lívsins stóru spurningar við at líta inn í seg sjálva. Vit mugu ikki undirmeta, hvussu strævið tað er hjá tilflytarum í Føroyum at læra føroyskt. Tað eru ikki bara avbjóðingar við skipaðari undirvísing, men eisini sosialar avbjóðingar. Ein skíðrennari dettur høgt uppi í Lyngsalpan, og ein ung genta liggur heima á sofuni og bløðir. Báðum tørvar hjálp alt fyri eitt. Maja, sum koyrir sjúkrabil, sigur frá torførasta valinum í lívinum. Og í hjartasuffi sigur lurtari, at tað tykist, sum at hvønnfallið viknar hvønn dag, og ein annar lurtari spyr, hví útvarpssending eitur Meg minnist Hvørt mansbarn í Føroyum kennir sálm nummar 95 í Sálmabókini, men tá komið verður til annað ørindi, stendst ivi um, hvørt vit skulu syngja Høgt tó tú á himli býrt ella Tó tú høgt á himli býrt . Hetta hóast Fríðrikur Petersen yrkti Høgt tó tú á himli býrt . Vit spyrja Jákup Reinert Hansen, lektara í kirkjusøgu um útlitini fyri at fáa tjóðarsemju í lag um vælumtókta sálmin eftir Fríðrik Petersen. Evnini í sendingini snúgva seg um, at jól eru í hondum. Vit eru gongutúr saman við 75 ára gomlum manni í Havn, ið brádliga gjørdist heimleysur. Herbergið varð bjargingin. Í Stóru Dímun er nógv at fáa til høldar fyri jól. Vit vitja oynna, meðan seinastu krovini fara av oynni og seinasta grønmetið verður tikið upp og hagreitt. Franciskanarsystrarnar koma ikki í jólahýr fyrr enn einar tveir dagar fyri jól, tí í adventini bíða tær eftir at Jesusbarnið verður borið í heim. Og fimta árið á rað hevur Sigrið Sivertsen skipað fyri stórari stuðulskonsert. Hoyvíkssáttmálin er eingin blanko kekkur fyri føroyskar vørur í Íslandi, og tað er ikki Hoyvíkssáttmálin, sum forðar fyri, at føroyskar vørur kunnu seljast til Íslands. Tað eru heldur viðurskiftini í Føroyum, sum forða fyri tí, tí virki sum ætla at útflyta til Íslands, skulu lúka somu treytir sum íslendsk virkir. Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður, sum biður løgtingið um at ógilda uppsøgnina av Hoyvíkssáttmálanum, so hann heldur fram eftir nýggjár. Fleiri fyritøkur bjóðaðu, og eg kann vátta, at Huawei var ein av fleiri fyritøkum, sum ikki sluppu upp í part, tá avgerðin skuldi takast, tí tær luku ikki treytirnar, sigur hann við Sermitsiaq. Men stjórin í Tele Post ger greitt, at arbeiðið at útbyggja netið til 5G, verður ikki boðið út. 4G netið er nýtt. Arbeiðið at seta tað upp varð liðugt í fjør. Ein stórur partur av 4G netinum kann brúkast aftur. Tí loysir seg ikki at brúka eina aðra fyritøku at gera alt netið av nýggjum, sigur Kristian Reinert Davidsen. Hildið verður, at umleið 100 skógareldar eru í New South Wales, og hitin er oman fyri 40 stig. Samstundis stúra myndugleikarnir fyri, at eldurin fær at breiða seg til stórbýin Sidney. Hitabylgja er í Avstralia í løtuni. Týsdagin var heitasti dagur yvirhøvur skrásettur í Avstralia. Miðalhitin var umleið 40,9 stig, upplýsir veðurstovnurin í Avstralia. Umleið 100 skógareldar hava verið í New South Wales í fleiri vikur. Sløkkiliðini hava bara tamarhald á helvtini av øllum skógareldunum. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur gjørt av, at nýggja havrannsóknarskipið skal eita Jákup Sverri eftir Jákup Sverra Joensen, sála, sum var fyrsti fiskifrøðingur í Føroyum, og var fyrsti stjóri á Fiskirannsóknarstovuni, sum Havstovan æt tá. Jákup Sverri Joensen tók útbúgving í Keypmannahavn, og eftir lokna útbúgving starvaðist hann í 1950 unum á Danmarks Fiskeri og Havundersøgelser, sum tann danska havstovan kallaðist tá. Høvuðsarbeiðsøkið hjá Jákupi Sverra var kanningar av fiski við Føroyar. Um summarið var hann í Føroyum og gjørdi kanningar, og Fiskirannsóknarstovan var tá ein summarstøð undir Danmarks Fiskeri og Havundersøgelser. Í 1959 flutti hann heim til Føroyr, og frá 1. apríl sama ár var virksemi alt árið í Føroyum. Jákup Sverri Joensen legði sostatt lunnar undir Havstovuna og føroyskar hav og fiskirannsóknir. Jákup Sverri Joensen fór frá fyri aldur í 1988, og hann andaðist í 2013. Nýggja havrannsóknarskipið, Jákup Sverri, sum er fyrsta rannsóknarskipið, ið er bygt til endamálið, verður liðugt í summar. Tað avloysir Magnus Heinason, sum hevur verið havrannsóknarskip síðani 1982. Fýra bilførarar hittast. Teimum dámar øgiliga væl bilar, og teir og bilarnir skulu verða við í hørðum kappingum. Einans vinnarin fer víðari til finalurnar. Kríggj, turkur og flóð. Cyberálop, Putin og Trump. Programmleiðarin Vilde hugsar, um hon átti at fyrireikað seg til ta stóru kreppuna Vit hoyra V gen, Dansifelagið í Havn, Poul Eide skipar. Harra Pætur og Elinborg, Nólsoyar Dansifelag, Ann Mari av Skarði skipar. Ebbe Skammelsen, Klaksvíkar Dansifelag, Jens Juul Sólbjørg skipar. De røvere hvile for norden skov, Dansiifelagið í Havn, Martin Tórgarð skipar. Lorvíkspáll, Eysturoyar Dansifelag, Tórgerð Rasmussen skipar. Blakman konge, Ragnar Lamhauge skipar. Og Jalgrímskvæði, Sumbiar Dansifelag, Gunnar Poulsen skipar Mótmælisgonga er á Vaglinum í dag. Samgongan er í ferð við at privatisera fiskivinnuna, halda mótmælisfólkini. Sjófeingislógin er til aðru viðgerð í løgtinginum í dag. Stjórin á Føroya Tele situr einsamallur við stórpolitisku avgerðini, um Huawei ella onkur annar skal útbyggja 5G netið í Føroyum. Politiska rumbulið seinkar avgerðini. Vit hoyra stjóran á Føroya Tele greiða frá um eina løtu. Luttakarar Jan Ziskasen, stjóri í Føroya Tele, Jóna Olsen, tekniskur stjóri í Føroya Tele, Brynhild Thiomsen, eygleiðari, Høgni í Stórustovu, borgari, Johan Eli Poulsen, løgtingsmaður, Bjørt Samuelsen, forkvinna í vinnunevndini, Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður, Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum. Nýggjar, góðar og gamlar jólasangir. Vit hoyra søgur um nakrar sangir, millum annað hví Friður á Jørð varð skrivaður av Annu Sofíu Mellemgaard, tá hon búði í Danmark. Um hvørjar útgávuætlanir Marjun Wolles hevur og hvat gav MC Restorff íblástur til jólasang. Vit hoyra systrarnar The Staves syngja í samljóði. Tær hava spælt og framleitt saman við stovnaranum av Bon Iver, Justin Vernon. Duettin Pomplamoose verður eisini at hoyra. Lógin um sjófeingi var samtykt klokkan 21 40 av samgongumeirilutanum. Tvey broytingaruppskot, eitt frá andstøðuni og eitt frá Høgna Hoydal, Akseli V. Johannesen og Bjarna K. Petersen fullu, áðrenn sjálvt uppskotið var samtykt við tí broytingini, sum samgongulimirnir í Vinnunevndini mæltu til, tað vil siga at uppboðssølan var strikað. Tingfundurin varð settur klokkan 10 í morgun, og kjakast hevur verið um hetta mál allan dag. Klokkan 16 var mótmælistiltak uttan fyri og leingi hevur ljóðað innan fyri, at fleiri samgongutinglimir vildu hava broytingar í lógina. Broytingarnar loyva í høvuðsheitum útlendingum aftur at eiga í fiskivinnuni, ger loyvini umsetilig, strikar uppboðssøluna í gomlu lógini, leingir loyvini úr átta árum upp í 12 ár og ásetur ein skatt av sølu. Hendan seinasta broytingin skal tó gerast í skattalógini og verður væntandi ikki gjørd fyrr enn í mars komandi ár. Andstøðuflokkarnir hava stríðst ímóti lógarbroytingini. Andstøðan heldur, at talan er um eina privatisering av fiskatilfeinginum. Tað eydnaðist tó ikki andstøðuni at sannføra nakran av samgongutinglimunum. Nú er bara triðja viðgerð eftir. Væntandi verður onkur broyting gjørd í lógini til triðju viðgerð, sum samgongutinglimir hava fingið lovað. Broytingin fer væntandi at avmarka møguleikan hjá útlendingum at keypa og eiga í føroysku fiskivinnuni. Júst hvussu, er ikki greitt enn. Fýra bilførarar hittast. Teimum dámar øgiliga væl bilar, og teir og bilarnir skulu verða við í hørðum kappingum. Einans vinnarin fer víðari til finalurnar. Programmleiðarar Molly Pettit og Torfinn Borkhus. Um tú vart einsamallur einsamøll, hevði tú sagt tað Programmleiðarin Vilde veit sjálv, hvussu tað er at vera nýggj í einum stórbýi og ikki hava nakrar ætlanir um vikuskiftið. Nú granskar hon einsemi, hvussu vandamikið er tað Vit kenna tær best hvør sær, men í tvey ár frá 1980 til 1982 stóðu Anne Linnet, Sanne Salomonsen og Lis Sørensen lið um lið sum sangarinnur í sama orkestri. Í hesum dokumentarinum fortelja tríggjar av størstu tónleikastjørnunum í Danmark, hvussu tær funnu saman, og hví tær aftur fóru hvør sær. Skip, sum fiska í Barentshavinum, skulu nú eisini rinda veiðigjald, og gjaldið fyri makrel veksur eina helvt. Gjaldið fyri makrel, sum var ein króna fyri kilo, hækkar upp í hálva aðru krónu fyri kilo. Gjaldið fyri svartkjaft hækkar fimm oyru, upp í 25 oyru fyri kilo. Gjaldið fyri norðhavssild verður næsta ár 60 oyru fyri kilo 10 oyru meira enn í ár. Og so er tað botnfiskurin í Barentshavinum, sum eisini skal gjalda veiðigjald. Tað verður 50 oyru fyri kilo. Mett verður, at uppskotið fer at geva landskassanum umleið 260 milliónir krónur næsta ár. Tað heldur Meginfelag Føroyskra Studenta, sum harmast um, at meirilutin í Fíggjarnevndini hevur skorið umleið hálva aðru millión krónur av játtanini, sum millum annað skuldi brúkast til at seta eitt starvsfólk at arbeiða við Bologna tilgongdini. Løgtingið viðgjørdi Hoyvíkssáttmálan í gjárkvøldið, eftir at tað í nærum 12 tímar hevði havt aðru viðgerð av uppskotinum um sjófeingi. Seinastu fýra árini hava Føroyar havt avlop bæði í vøru og tænastuhandlinum við Ísland. Í fjør var avlopið 117 milliónir krónur í okkara peningi. Verður hugt at vøruhandlinum fyri seg, hevði Ísland 228 milliónir krónur í avlopi, men Føroyar høvdu 345 milliónir krónur í avlopi í tænastuhandlinum við Ísland í fjør, verður upplýst í viðmerkingunum til uppskotið. Galdandi rættargangslóg er meira enn 30 ára gomul. Nýggja lógin hevur fleiri enn 1.000 ásetingar, og umleið 200 broytingar verða gjørdar í lógini. Løgtingið fer eisini at hava fyrstu viðgerð av uppskotinum um at hækka veiðigjøldini, nu uppboðssølan verður strikað í sjófeingislógini. Botnfiskurin í Barentshavinum skal nú eisini gjalda veiðigjald. Landsstýrið væntar, at veiðigjøldini fara at geva umleið 260 milliónir krónur næsta ár. Mong túsund eru komin at lurta, nú Oslo Filharmonien spælir framman fyri slottið, Lise Davidsen syngur solo. Programmleiðari Arild Erikstad. Orðini um jól eru sera mong, og í hesum serliga jólamálteigi verða gamlir og nýggir jólasiðir eisini viðgjørdir, so hvørt ymsu jólaorðini verða umrødd. Hvat er málningurin verdur, sum listamaðurin Arthur K pcke gav einum manni fyri at bjarga lívinum Og hvussu djúpt skulu keyparar fara í lumman fyri at fáa fatur í málningin hjá Heerup Seinastu mongu árini hava æðuvíkingar pyntað alla bygdina við jólaljósum. Umframt hendingar úr jólaevangeliinum, eru eisini jólaskip, jóladekoratión og eitt tok millum kenda jólaprýðið. Í ár er ein spildurnýggj jólagáva eisini løgd afturat rúgvuni. Morgunsendingin hevur verið ein biltúr gjøgnum bygdina saman við Johannes Davidsen, sum er ein av oddamonnunum í jólabýnum í Æðuvík. Gestir hesaferð Petur Mittún, Tóta Árnadóttir, Sanna Dahl, Jógvan í Toftum Olsen, Aslaug Gisladóttir, Bjørg Dam og Johannes Davidsen. 670 av teimum 2500 gomlu upptøkunum hjá Fróðskaparsetrinum eru nú alment atkomiligar í bandasavninum hjá Fróðskaparsetrinum, sum kann finnast her . Morgunsendingin var ein túr í Savnsgull og kannaði, hvussu arbeiðið at talgilda gongur fyri seg. Jógvan í Toftum Olsen greiðir frá, meðan hann spælir fýra bond inn. At enda hoyra vit tvey stutt brot úr bandasavninum. Eitt er við Jóhonnu Mariu Skylv Hansen, sum syngur sína egnu yrking nornan hon spinnur , og tað er Ólavur Hátún, sum hevur savnað tað. Tað er frá 1963. Hitt er eitt brot um vættrar úr einari samrøðu frá 1970. Tað er Mortan Nolsøe, sum hevur savnað tað, og hann tosar við Jóen Paula Thomasen og Leif Djurhuus í Vági. Tað er Ítróttasamband Føroya sum skipar fyri, og við tiltakinum vilja tey heiðra ítrótti og teimum fólkunum, sum geva ítróttinum lív í Føroyum. Ársins Ítróttanavn, Ársins Ítróttaátak, rsins Ítróttasamband, Ársins Ítrottastjørnuskot, Ársins Ítrottafelagi og Heiðursskjal Poul E. Petersens. Átta privatir miðlar hava fingið tvær milliónir í miðlastuðli. Stuðulin skal kunna veitast tíðindamiðlum, hvørs redaksjonella innihald í stóran mun er kritiskur journalistikkur og sjálvstøðug journalistisk viðgerð av aktuellum føroyskum samfelagsviðurskiftum, verður sagt. Men gera tvær milliónir nakran mun og eru tað teir røttu miðlarnir, sum fáa stuðulin. Jóhan Eli L. Poulsen, løgtingslimur fyri Fólkaflokkin, hevur spurt Jenis av Rana, landsstýrismann Hvussu ætlar Landsstýrismaðurin at tryggja sær, at tað framyvir ikki verður miðlað út av statsgoldnað stovninum, KVF, upplýsingar, ið kunnu seta landsins virði og trúvirði í vanda Samrøður við Magnus Dam, formann í Miðlastuðulsnevndini, Petur Jacobsen, nevndarformann í R7 og við Jóhan Eli. L Poulsen, løgtingsmann. Í sendingina koma rithøvundarnir Mona Høvring, Sigmund Løv sen, Ruth Lillegraven og Reidar M Müller á vitjan í sjónvarpsstovuni. Mentamálaráðharrin, Trine Skei Grande viðmælir eina bók, hon kundi hugsað sær, at fleiri áttu at lisið, og Fay Wildhagen spælir fyri okkum. Seinasti fundurin í ár millum partarnar var í gjár, sigur Jan Mortensen, stjóri á Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum. Og á fundinum í gjár samdust partarnir um at hittast aftur í januar. Lønardeildin hevur samráðst við Starvsmannafelagið, Føroya Lærarafelag og Felagið hjá føroyskum sjúkrarøktarfrøðingum í heyst og í vetur, men enn eru partarnir ikki komnir á mál. Jan Mortensen sigur, at Lønardeildin hevur havt samskifti við onnur fakfeløg eisini, men ongar ítøkiligar samráðingar. Miðað verður eftir at avgreiða lønarsáttmálan við tey stóru feløgini fyrst, ella í øllum førum okkurt av teimum. Størsta felagið er Starvsmannafelagið, síðani er lærarafelagið, og triðstørsta felagið er sjúkrarøktarfrøðifelagið. Jan Mortensen sigur, at tað gongur spakuliga framá, og eisini á fundinum í gjár vórðu framstig gjørd, sigur hann. Aftur í ár letur Betri Stuðulsgrunnurin peningagávur til vælgerandi endamál og onnur, sum onkursvegna gera jólini betri fyri síni medmenniskju. Peningurin verður latin hvønn sunnudag í advent og so eisini jólaaftan. Higartil hava hesi fingið gávu úr adventskalendaranum 1. Adventsgáva 150.000 krónur til Sinnisbata 50.000 krónur til Barna og Ungdómspsykiatriina 2. Adventsgáva 50.000 krónur til Barnaheimið 50.000 krónur til Berin Sorgarbólkar 50.000 krónur til Eydnudeild Føroyar 50.000 krónur til Ælabogan 3. Adventsgáva 50.000 krónur til Gloym meg ei 50.000 krónur til ADHD felagið 50.000 krónur til Kris Føroyar 50.000 krónur til Fountainhúsið Bispur hevur sett sær fyri, at kirkjan skal verða meira grøn í framtíðini. Tí hevur hann sett á skrá, at einaferð um árið, skulu prestar prædika um ábyrgd og verju av skapanarverkinum. Politistafelagið sendi í gjár øllum løgtingslimunum skriv, har tað vísir sína misnøgd við fleiri viðmerkingar, sum fullu á tingsins røðarapalli. Hetta er ikki rætt. Vit halda bara, at fólk, sum hava aðrar hægri útbúgvingar enn løgfrøði, eisini skulu hava møguleika at søkja fútaembætið, skrivar politistafelagið. Málið snýr seg um, at føroyskir politistar vilja at strika kravið um, at fútin skal hava løgfrøðiligt embætisprógv, tí tað avmarkar møguleikan at søkja. Bjørg Dam, forkvinna í ADHD felagnum sigur, at hetta er ein stór peningaupphædd, ið munar sera væl hjá einum lítlum felagið, við stórum ætlanum og týdningarmiklum tøkum at taka fyri øllum við ADHD og familjum teirra í Føroyum. Adventsgávan ger tað eisini gjørligt fyri felagið, at fara í gongd við sjálvhjálparbólkar longu fyrst í nýggja árinum og at leiga hølið í MEGD húsinum á Íslandsvegnum, ið verður karmur um nevndararbeiði, limafundir, sjálvhjálparbólkar og annað felagsarbeiðið. Sostatt tryggjar adventsgávan at virksemið í ADHD felagnum verður lyft upp á eitt tryggari, betri og hægri støði í framtíðini. Veturin 1955 56 var Egil Simonsen á fólkaháskúla í Hardanger saman við grannanum Jóannesi Skaale. Har hitti hann hoyvíkingin Niels Paula Mohr, sum hevði verið í kríggi í Russlandi. Heimafturkomin fór hann við Kúrberg, sum pápin átti. Teir vóru í ísfiski undir Íslandi og seldu í Onglandi. Seinni varð lagt um til at fiska hemara við línu kring Føroyar. Í 1959 var hann við rannsóknarskipinum Dana í Grønlandi. Hemarin minkaði á okkara leiðum, men nú frættist frá hemara í Ný Fundlandi og sáttmáli varð gjørdur um Hoyvíking í Noregi. Egil fór upp á skúla í 1962 og tók skipsførara í Havn. Egil Simonsen fór sum skipari við Baki hjá Skipafelagnum í 1969. Teir fiskaðu laks í Grønlandi, keyptu sild í Uig á Hebridunum og sigldu við fiski. Í 1971 fór Egil sum skipari við Lómi í sigling millum Føroyar og Danmark. Í 1973 var hann á odda fyri 50 monnum, sum fóru eftir níggju trolarum, sum vórðu keyptir av Kuba. Egil var í fleiri ár landmaður hjá Váðasteini, sum var fjórða skipið hjá pápanum. Hann starvaðist eisini sum metingarmaður hjá Realinum. Húskið flutti til Kvívíkar í 1960. Har vuksu børnini upp saman við kvívíksbørnum. Okkurt serstakt var kortini við at vera prestadóttir, heldur Ria. Børnini sluppu at spæla alt møguligt í prestagarðinum saman við vinfólkum, og seinni spældu tey sjónleik í Glæmuni, har prestafrúan Margreta var leikstjóri og eisini stílaði fyri fimleiki. Vit hoyra Seyðamannin á Sondum, Vága Dansifelag, Jón Joensen skipar. Jomsvíkingar, skúgvoyingar kvøða og dansa, Antines Joensen skipar. Leivs kvæði, Jómsvíkingar, Arnfinnur Bjarkhamar skipar. Viljorm Kornus, Dansifelag Kaggans, Hans Holm og Maria Kristiansdóttir skipa. Brókatátt. Dansifelagið í Havn, Kim Hanusson skipar. Tórkilsdøtur, Nólsoyar Dansifelag, Malan Hansen skipar. Og Hábarðsvísu, Sumbiar Dansifelag, Eli Poulsen skipar. At avtalan nú er komin í hús, er ein sigur fyri Boris Johnson, og hetta er fyrsta framstig í málinum, síðani fólkaatkvøðuna um Brexit fyri trimum árum síðani. Fyrsta stigi at loysa frá ES og at fara undir samráðingar um handilsavtalur við ES. Tað hevur verið tungur burður at taka hetta fyrsta stigi at fara úr ES. Men eftir stórsigurin á bretska parlamentsvalinum í síðstu viku gekk tað í dag sum eftir ánni, at fáa Brexit avtaluna samtykta skrivar BBC. Nú er stundin at koma saman og skriva nýggjan og spennandi kapittul í okkara tjóðarsøgu. At skapa nýggja felagsskap við okkara evropisku vinir, segði Johnson í dag. Í Havn eru higartil 11, sum hava teknað seg til jólaaftanshaldið í KFUK, og pláss er fyri fleiri, sigur Louisa Hansen, dagligur leiðari. Vit fara ein túr aftur í ein kendan science fiction heim. Vit ummæla Star Wars The Rise of Skywalker , eisini nevndur Star Wars Episode IX. Ein filmur afturat um systrarnar Onnu og Elsu í Arendelle. Walt Disney hevur framleitt animatiónsfilmin Frozen 2 , sum er komin út seks ár eftir fyrsta filmin. Herfyri hevur onkur verið inni í Christianskirkjuni í Klaksvík og brotið kirkjubússurnar og stolið peningin, sum var í bússunum. Brotið varð eisini inn á skrivstovuna í Christianskirkjuni, men hóast teldur og annað virðismikið er á skrivstovni, varð bara peningur stolin, sigur Uni Næs, dómpróvstur. Og í heyst varð herverk framt móti uttandurðaljósunum við Fríðrikskirkjuna á Toftum. Hesin skaðin varð mettur til umleið 100.000 krónur. Boðini um at stongja kirkjunar komu fyrstu ferð fyri trimum árum síðani, tá ein herverksbylgja herjaði móti kirkjum í Føroyum, sum nógvastaðni stóðu opnar. Tá varð siðvenjan við opnum kirkjum broytt. Dómpróvsturin, avgjørdi, at allar kirkjur skulu vera stongdar, tá ongar tænastur eru. Er kirkjan opin uttanfyri gudstænastu og aðrar tænastur, hevur krikjuráðið ábyrgdina av, at fólk eru til staðar, tá hon er opin, sigur Uni Næs, dómpróvstur í stuttari viðmerking við útvarpið. Fólk kunnu venda sær til kirkjuráðsformannin, um tey vilja inn í kirkjuna uttanfyri vanliga tænstu. Yvirlit yvir kirkjuráðsformenninar eru á heimasíðuni hjá Fólkakirkjuni. Maria Winther Olsen, forkvinna í felagnum Føroysk Filmsfólk, er ikki í góðum hýri nú beint fyri jól. Orsøkin er, at løgtingið við nýggju fíggjarlógini hevur skorið játtanina til filmsgerð í Føroyum við 400.000 krónum. Játtanin fyri 2019 var 2,7 miió, og fyri 2020 verður hon 2,3 milliónir Ein avtala frá 2014 bar í sær, at játtanin skuldi hækka 500.000 krónur um árið, til hon kom upp á einar 8 10 milliónir. Sostatt eru 900.000 krónur minni til filmsgerð í Føroyum í 2020. Hetta fær stórar avleiðingar fyri filmsvinnuna í Føroyum, heldur Maria, sum sjálv umhugsar at flyta av landinum, nú umstøðurnar at gera film í Føroyum eru so nógv versnaðar. Í sambandi við 30 ára dagin hjá Dreingjakórinum undir Brúnni , endursenda vit upptøkuna frá 2005, sum varð gjørd í sambandi við konsertferð í Íslandi. Dreingirnir syngja bæði íslendskar og føroyskar sangir. Eli Smith stjórnar. Nýggi Netflix filmurin Marriage Story er eitt hjúnarskilnaðardrama við Scarlett Johansson og Adam Driver í høvuðsleiklutinum. Noah Baumbach hevur leikstjórnað. Tey flestu føroysku rækjuskipini royna undir Eysturgrønlandi um jólini. Zacharias Hammer var við Gilstón eini jól. Í sendingini fara vit at síggja, hvussu jólaaftan verður hildin umborð. Kokkurin stákast við jóladøgurðan, og trolið verður hálað á middegi. Øll manningin hevur frí frá klokkan seks seinnapartin til á midnátt. Sólborg var ein av teimum seinastu bátunum yvir fyri jól. Teir høvdu jólapakkar við til hini føroysku skipini frá familju og sjómanskvinnuringunum í Føroyum. Lagt til rættis Zacharias Hammer. Deiggj er meiri enn ein tónleikabólkur. Á hvørjum ári skipa teir fyri jólaborði heima hjá Fróða í Villumsgøtu í Havn. Fróði hevur innrættað kjallaran við venjingarhøli, og til høvið er tendrað fyri ljóðførunum, skuldi tað hent seg, at teir knappiliga skuldu fingið hug til at djamma. Uttanfyri er grillin tendrað, har Páll og Dennis stákast við matgerð. Borðreiðast skal við fiski, hvítanýru, grindahjarta, skarvi og haru. Viikuskiftissendingin slapp við til borðhaldið og at smakka og sjálvandi eisini práta. Nógvar góðar søgur vórðu fortaldar, sum einans suðuroyingar duga Jólahugnin hevur breitt seg í høvuðsstaðnum. Ella er tað kanska júst mangul uppá sama, altso hugna Vikuskiftissendingin hevur hitt Ole Wich, listamann og fotograf og biðið hann ummæla jólaprýðið í miðbýnum í Havnini. Fróði Hansen hevur áður sungið á enskum, og nú, hann er fluttur úr Danmark til Føroya, syngur hann bert á føroyskum. Nýggja útgáva hansara er ein sonevnd konsept útgáva, sum merkir, at øll løgini á útgávuni eru partur av einum tema. Í sambandi við útgávuna hevur Fróði skift gittaran út við klaverið. Spurdur um hví, svarar hann, at við gittaranum hevur hann lyndi til at endurtaka seg sjálvan. Við klaverið fær hann eina heilt nýggja tilgongd til at skriva tónleik. Hoyr prát við Fróða um nýggju útgávuna umframt konsertferð í Russlandi. Konsertin í Reinsaríinum verður leygarkvøldið 28. desember Ásbjørn Berthelsen starvast sum lærari í Skúlanum við Løkin, har hann hevur stovnað eitt næmingaorkestur, ið kallast Løkin Band. Í fríðtíðini tekst hann eisini við ymiskt. Hann er kórleiðari hjá kórinum Vox, hann skipar fyri undirhaldið fyri bæði børnum og vaksnum, og leggur nógv í at gera føroyskt undirhald til føroysk børn. Eisini er hann ein av stigtakarunum til Jól við Løkin. Lív Egilsdóttir Olsen og Hallur Holm vitja í leygardagssendingini, og við sær hava tey tvær søgur í part, har onnur er sonn, meðan tey pella í hinari. Men hvør er sanna søgan, og nær pella tey Tað er spurningurin. 12 av broytingaruppskotunum eru frá andstøðuni. Eitt teirra er, at lógin fær ikki gildiskomu, fyrr enn hon hevur verið til fólkaatkvøðu. Trý broytingaruppskot komu frá samgonguni. Eitt teirra er, at útlendingar skulu vera úti úr veiðiliðnum í føroyskari fiskivinnu um 12 ár. Verandi lóg sigur annars, at útlendingar skulu vera úti um fýra ár, og at eingir nýggir aktørar kunnu koma inn. Tað verður eftir øllum at døma broytt til, at nýggir aktørar kunnu koma inn í vinnuna næstu 12 árini, men tá skulu allir útlendskir eigarar vera úr veiðiliðnum. Ásbjørn Berthelsen er boðin til Kaffiduss. Aftaná luttakað Sofus Hansen, Herborg Torkilsdóttir og Hallur Hjalgrímsson Djurhuus í Kjakaríinum, og síðani pella Hallur Holm og Lív Egilsdóttir Olsen fyri hvørjum øðrum. Mirjam Pætursdóttir og Eyðfinn Jensen eru vertir. Fyrr í vikuni segði Johan Dahl, sum er næstformaður í Vinnunevndini í Løgtinginum, at semja var um, at nýggir útlendskir aktørar skulu ikki sleppa inn í fiskivinnuna. Tað er tó broytt nú samgongan hevur lagt trý broytingaruppskot fyri tingið til 3. viðgerð í dag. Tí nú sleppa allir útlendskir aktørar at vera í vinnuni til 2032. Fleiri tinglimir hjá samgonguni hava á tingsins røðarapalli sagt, at orsøkin til broytingina er, at tað verður ójøvn kapping í vinnuni, um teir verandi aktørarnir sleppa at hava útlendskan ognarskap í 12 ár, meðan nýggir ella smærri aktørar í dag ikki sleppa at fáa útlendskan ognarlut í ryggin. Andstøðan hevur hinvegin fýlst á broytingina og sigur, at hendan støðan er verri, tí 12 ára tíðarskeið at útslúsa útlendingar er ov lang tíð, og við nýggjum útlendskum ognarluti bindir vinnan seg enn meira í útlendskan kapital. Andstøðan hevur tí mælt til, at samgongan í øllum førum heldur fast í tí, sum varð sagt fyrr í vikuni um, at nýggir útlendingar ikki skulu inn í vinnuna, og í øðrum lagi, at man heldur fast við verandi lóggávu á økinum, har útlendingar eru úti í 2023. Av tí at línuskipini ikki høvdu tann neyðuga reiðskapin til at fiska makrel, havi eg torført við at síggja, at tað var sakligt í makrelkunngerðini at tillutað línuskipum eina makrelkvotu, sum tey ikki kundu gagnnýta. Soleiðis skrivar Løgtinsins Umboðsmaður í einum áliti um makrelkvotur í 2014, sum vórðu latnar til línuskip í 2012, har hon gav landsstýrismanninum Jacob Vestergaard eina álvarsliga átalu fyri handfaringina av málinum. Málið snúði seg um, at landsstýrismaðurin gav línuskipunum makrelkvotu, hóast línuskipini ikki høvdu útgerð at fiska makrelin, og sostatt seldu tey kvotuna til onnur skip at fiska, og fingu stórar upphæddir fyri tær sølurnar. Tá segði samgongan, at línuskip í roynd og veru kunnu fiska makrel og í øðrum lagi, at tað er ein stuðul til línuskipini, sum mangan hava tungan rakstur. Og í dag verður makrelkvotan til línuskip ásett í lóg. Tað sæst í broytingaruppskotið hjá samgonguni, sum kom stutt fyri, at tingfundurin byrjaði í morgun. Somuleiðis sæst, at garnaskip fáa makrelkvotu. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, vil ikki gera viðmerking um málið í dag. Heldur ikki Brandur Sandoy, sum eigur part í einum línuskipi, sum nú fær makrelkvotu, vil siga nakað um málið í dag. Hetta broytingaruppskotið hevur elvt til kjak í løgtinginum. Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum reisir spurningin, um hetta verður gjørt fyri at fáa politiska undirtøku fyri útlendskum ognarskapi í samgonguni. Les álitið frá 2014 hjá Løgtingsins Umboðsmanni her. Talan er um aðru solistplátuna hjá John Lennon. Mest spældu løgini eru Imagine, Jealous Guy, og Gimme Some Truth. Ummælararnir góvu fyrstu Lennon útgávuni, John Lennon Plastic Ono Band, frá árinum fyri í 1970 betri skotsmál, men tónleikalurtarin var ikki samdur. Hann vildi heldur hava Imagine, sum ivaleyst er tann størsti klassikarin eftir Lennon. Heitislagið Imagine og Jealous Guy verða framvegis spæld javnan. Løgtingið hevur nú endaliga samtykt, at útlendskur kapitalur heldur fram í vinnuni, bæði verandi og nýggjur kapitalur kann koma inn í øll reiðarí við 25 prosentum, og kapitalurin kann vera har í 12 ár, tað vil sigatil 2032. Samgongan stóð saman um at fella øll 14 broytingaruppskotini hjá andstøðuni, áðrenn tey trý broytingaruppskotini hjá samgonguni til uppskotið frá landsstýrismanninum vórðu samtykt við 17 atkvøðum fyri og 15 ímóti. Tey trý broytingaruppskotini hjá samgonguni merkja í stuttum, at nakrir fiskidagar verða fluttir millum bólkar at verandi, útlendskur ognarskapur í fiskivinnuni kann halda fram í 12 ár afturat, umframt at útlendskur ognarskapur kann vera í allari fiskivinnu á sjógvi næstu 12 árini, tó í mesta lagi 25 prosent í hvørjum felag. Triðja broytingaruppskotið frá samgonguni er, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fær heimild til, við kunngerð, at lata garnaskipum og línuskipum makrelkvotu. Eftir at hesi trý broytingaruppskot vórðu samtykt, varð nýggja sjófeingislógin endaliga samtykt við 3.viðgerð. 17 atkvøður vóru fyri og 15 ímóti. Serliga spurningurin um útlendskan ognarskap í fiskivinnuni á sjógvi merkti orðaskifti í løgtinginum í gjár, sum vardi góðar sjey og ein hálvan tíma. Andstøðuflokkarnir, sum í verandi lóg um sjófeingi samtyktu at allur, útlendskur kapitalur skal úr fiskivinnuni eftir ávíkavist seks og sjey árum, eru harðliga ímóti broytta fiskivinnupolitikkinum, ið eisini strikar uppboðssøluna av veiðirættindum. Andstøðan er eisini harðliga ímóti at gildistíðin á veiðuloyvunum verður longd, úr átta árum í galdandi lóg, upp í 12 ár í nýggju sjófeingislógini. Sambært andstøðuni er 12 ára gildistíð tað sama sum at privatisera loyvini. Samgongan vísir í sínum lagi á, at talan er um ein 12 ára brúksrætt. Eitt av teimum 14 broytingaruppskotunum hjá andstøðuni snúi seg um at senda nýggju fiskivinnulóggávuna út til fólkaatkvøðu, men tað fekk bara undirtøku frá 14 tingfólkum og fall. Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra eina longri samrøðu við Bárð Nielsen, løgmann, um nýggju sjófeingislógina. Vit spurdu løgmann um útlendska kapitalin, um hví landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum nú skal til at býta út makrel til línu og garnaskip, og hvat bleiv av breiðu semjuni um fiskivinnupolitikkin. Kvirra um fjøll og fløtur , eftir Øssur Berghamar, og sum Jóhan Magnus K. Olsen syngur, er besti jólasangurin av teimum mongu, sum vóru í uppskoti. Tað halda bæði Urd Johannesen og Hans Pauli Tórgarð, sum vitjaðu morgunsendingina til eitt prát um jólatónleik Tollaksmessudag. Janus Rasmussen er møguliga tað nærmasta vit koma einum rættiligum jólamanni. Hann er nevnliga útberingarleiðari á Posta, og hevur tískil ábyrgd av, at føroyingar fáa sínar jólapakkar. Tað er typiskt tær síðstu tvær vikurnar fram til jólar, at alt hendir. Fólk varnast knappliga, at nú er jól. Tað er sum við hálkuni hon kemur altíð óvart á. So tá er altíð nógv at gera, sigur Janus. Eisini eru sera nógv brøv frá børnum til jólamannin. Hesi brøvini verða goymd og møguliga fer onkur, sum hevur áhugað fyri slíkum at gera eitt jólasavn, har brøvini kunnu sýnast fram. Fylg við skjaldbøkuni Sammy á ferð um høvini, har Sammy upplivir tann stóra kærleikan, piratfiskabardaga og umhvørvissvínarí. Við á ferðini er besti vinmaðurin Ray. Heimsmyndin hjá ørnini hevur onki pláss fyri politikki. Men ørnin hevði sikkurt stríðst móti dálking, fløðandi vatni og veðurólagi. Og fyri vakurleikan í viðhvomu verðini. Tað finnast góðar grundir til at liva og kanska gleða seg til næsta dag. Men tað tímiliga er virðisleyst. Ríkdømi drepur. Kroppur og andi eru einastu amboðini. Summi rýma undan tí planlagda lívinum. Tilflytarin læt veruligan áarstreym taka seg ístaðin. Heilt út í Lake Superior. Nú vil hann friða heimsins størsta vatn. Og líkt er til, at tað kann gerast drúgvt 30. december, tá fíggjarlógin skal til triðju viðgerð. Vanliga koma nógv broytingaruppskot frá andstøðu og samgongu, tá fíggjarlógin er til viðgerðar, og umframt fíggjarlógaruppskotið, skal lógin um tilfeingisgjald til 3. viðgerð mánadagin 30. desember, sigur Jógvan á lakjuni tingformaður. Sambært ársfrágreiðingini um javnstøðu frá World Economic Forum WEF, fer Danmark av 13. plássi í fjør niður á 14. pláss í ár. Hini Norðurlondini, Ísland, Noreg, Svøríki og Finnland, liggja ávikavíst nummar eitt, tvey, trý og fýra. Nummar fimm er Nigaragua, síðani kemur New Zealand, Írland, Spania, Rwanda, og Týskland er á 10 unda plássi. WEF, sum heldur til í Geneve í Sveis, ger hvørt ár yvirlit yvir javnstøðuna í 153 londum út frá menningini á fýra økjum útbúgving, heilsu, búskapi og politikki, skrivar AFP tíðindastovan. Men samlagt fyri øll 153 lond, so er javnstøðan í framgongd, og við verðandi ferð fer tað at taka 99,5 ár, áðrenn allir menn og allar kvinnur hava javnstøðu. Og tað er framgongd, tí í fjør varð mett, at alheims javnstøða ikki fór at verða fyrr enn um 108 ár. Framgongd er á nøkrum økjum, men ikki øllum. til dømis eru fleiri kvinnur nú við landins leiðslu í fleiri londum samanborið við í fjør, skrivar BBC. Men øvut, so er búskaparligi ójavnin millum menn og kvinnur vaksin síðani í fjør, stendur í niðurstøðuni í ársfrágreiðingini. Orsøkin tiltað er, sambært WEF, at kvinnur eru undir umboðaðar í so at siga øllum skjóttvaksandi ídnaðum. Føroyska sjómansmissiónin hevur í ár latið 1.144 jólapakkar til manningarnar á 101 skipi. Talan er um 68 fiskiskip, 17 handilsskip, 14 frálandaskip og 2 vaktarskip. 28 av skipunum eru ikki heima á jólum, tey eru 1 fiskiskip, 14 handilsskip og 13 frálandaskip. Talið av innfluttum akførum er hinvegin lækkað. Í ár eru innflutt 263 akfør, tað eru 46 færri enn í 2018. Ein minking er í innflutninginum av viðfestivognum. Í ár innfluttu vit 20, men í fjør innfluttu vit 52 viðfestisvognar, vísa hagtøl frá Akstovuni millum annað. Í síðstu viku upplýsti løgreglan, at tey, sum ikki eru komin afturíaftur eru ein avstralsku ferðamaður og ein lokalur ferðaleiðari. Siðurin at starvsfólk í Útvarpinum og familja samlast til jólatræ seinnapart jólaaftan, hevur verið fastur siður síðani Útvarpð byrjaði á Bryggjubakka í 1957. Nú eru tað starvsfólkini í Kringvarpinum við familju, og í ár verður henda beinleiðis sendingiin úr nýggju forhøllini í Kringvarpinum, har væl vaksið jólatræ er komið upp. Á skránni eru sangur og dansur um træið, ein søga og ein blásarabólkur setir sín festliga dám á løtuna. At enda kemur væl upplagdi jólamaðurin Kertustubbi oman úr Skeiva Helli at geva børnunum pakka. Og møguleikarnir eru annaðhvørt at tøma tangarnar við geislavirkna vatninum út í havið ella at lata tað dampa burtur út í luftina, ella at samantvinning av báðum fyri at sleppa av við vatnið. Eingin avgerð varð kortini tikin á fundinum í dag, men talsmaður fyri myndugleikan sigur, at tað ber ikki til at goyma vatnið leingi aftrat. Í tonsatali av geislavirknum vatni verður hvønn dag reinsað og pumpað á orkuverkinum, men geislavirkna evnið Tritium ber ikki til at sálda frá. Men kortini fer slík avgerð helst at elva til hørð mótmæli, bæði frá umhvørvisverndarfeløgum, lokalum fiskimonnum og frá grannalondum hjá Japan. Løgtingið sleppur ikki í jólafrí enn. Løgtingfundur verður aftur 27. og 30. december. Jógvan á Lakjuni, løtingsformaður, hevði annars boðað frá, at tingið fór í jólafrí 20. december. Og líkt er til, at tað kann gerast drúgvt 30. december, tá fíggjarlógin skal til triðju viðgerð. Jólini eru serliga torfør hjá borgarunum á Herberginum, og tí er tað týdningarmikið at fjálga um á jólum. Fyrrapartin var løgmaður á gátt, og seinni verður borðreitt við dunnu og mandlu rísi. Fleiri amerikanskir og asiatiskir eygleiðarar meta, at talan kann verða um eina nýggja vápnaroynd. Men amerikanski forsetin, Donald Trump hevur boðað frá, at USA fer at taka sær av tí, sum hann tekur til. Tá amerikanski forsetin tosaði við tíðindafólk í gjár, segði hann, at tey fóru at finna út av, hvat yvirraskilsi var og síðani fóru tey at taka sær væl av tí. Tí, sum hann segði, møguliga var talan um eina góða jólagávu. Til dømis ein vakran vasa, segði Donald Trump í Mar a Lago í Florida, har hann heldur jólafrí. Altjóða miðlar skriva, at samstundis hava Kina, Japan og Suðurkorea havt toppfund í kinesiska stórbýnum Chengdu, har tey umrøddu hóttanirnar frá Norðurkorea. Tá fundurin var av, heittu londini á USA og Norðurkorea um at taka uppaftur samráðingarnar. USA og Norðurkorea hava so at siga ikki tosað saman, síðani landsins leiðarar hittust fyri aðru ferð. Tað var við ársbyrjan í ár. Frans pávi nevndi ongantíð ítøkiliga, hvat hann meinti við, men sambært fleiri miðlum er lítið at ivast í, at hann hevði mongu málini um kynsliga misnýtslu í katólsku kirkjuni í huga. Tí týsdagin í farnu viku boðaði Frans pávi frá, at katólska kirkjan hevur broytt mannagongdir, tá tað snýr seg um handfaringina av málum um kynsliga misnýtslu. Í dag savnast túsundtals fólk á Pætursplássinum í italska høvuðsstaðnum, tá Frans pávi á svalanum uttanfyri Pæturskirkjuna letur pávaliga vælsignilsi Urbi et Orbi, sum merkir býurin og heimurin. Tað merkir, at tey, sum komu inn við Ternuni í morgun, mugu liggja nátt aðrastaðni enn í Nólsoy, tí Ternan siglir ikki útaftur í oynna í dag. Men enn er bert ein siglingartúrur, so fólk mugu liggja nátt um tey skulu halda jól á oyggjum, har tað ikki er landfast. Hetta er ein millumloysn, sigur stjórin, Hilmar Eliasen. Ari Behn sum var rithøvundur og listamaður giftist norsku prinsessuni í 2002. Saman fingu tey trý børn og í 2016 fór parið hvør til sítt. Vit syrgja, nú barnabørn okkara hava mist pápa sín og vit vísa okkara samkenslu við foreldrum og systkjum hansara, sum nú hava mist ein kæran son og beiggja, sigur Haraldur kongur í skrivinum. Í nýggju lógini stendur, at gerandisdagar sleppa børn í mesta lagi at spæla teldu í hálvan annan tíma um dagin. Í vikuskiftunum og heiligdagar sleppa tey at spæla teldu tríggjar tímar um dagin, men ongantíð eftir klokkan tíggju um kvøldið. Tað er tó ivasamt hvønn gagn nýggja lógin fer at hava, tí enn er ikki greitt hvussu forboðið skal hondjevjast. Fyri at fylgja nýggju lógini, krevja summar fyritøkur nú, at brúkarin nýtur samleika tøkni. Marjun Lómaklett, prestur, prædikar, Jórun Høgnesen er deknur, Ólavur Samson er klokkari, Daisy L. Johannesen syngur solo og Andras Sólstein spælir horn. Føroyska fótbóltslandsliðið hjá monnum hevur givið okkum øllum nógvar spennandi løtur tey seinnu árini. Framburðurin hevur verið stórur, men í seinastuni eru vit dragnaðir nakað. Undankappingin til EM endaspælið í summar gjørdist hin seinasta hjá Lars Olsen sum venjara. Hann hevur staðið á odda fyri føroyska landsliðnum longri enn nakar annar, og er tann, sum hevur fingið bestu úrslitini. Hann tók við 10. november í 2011, og hevur stjórnað Føroyum í 55 dystum í fimm undankappingum. Av hesum 55 dystum hava vit vunnið níggju og spælt sjey javnar. Í hansara skeiði fluttu Føroyar seg frá at vera nummar 153 til 83 á altjóða FIFA styrkilistanum. 30. september í ár boðaði Lars Olsen frá, at hann gavst í starvinum sum føroyskur landsliðsvenjari, tá undankappingin til EM endaspælið næsta summar var av. Útidysturin móti Svøríki í Stockholm 18. november í ár var tí endin á einum týðandi skeiði í føroyskum fótbólti. Tann dagin takkaðu bæði Lars Olsen og liðskiparin Atli Gregersen fyri seg. Í hesari sendingini líta vit aftur á farna átta ára skeiðið og meta um gongdina hjá Føroyum í teimum fimm undankappingunum frá 2012 til 2019. Vit skifta orð við Lars Olsen, fráfarandi venjara, Jóannes Jakobsen, hjálparvenjara, Atla Gregersen, fráfarandi liðskipara og Sigfríð Clementsen, venjara og viðmerkjara, og víst verða brot úr nógvum dystum hjá Føroyum hesi árini. Suni Merkistein og Ragnar A. Jacobsen leggja til rættis. 29 ára gamli maðurin er skuldsettur fyri at royna at samla pening inn til Islamskan Stat. Ætlanin var, at peningurin skuldi sendast til IS í Libya og í Mali. Tað er Avisen Danmark, sum hevur fingið innlit í ákæruna. Seks onnur eru eisini fongslaði í málinum. Trý teirra eru undir illgruna fyri at hava ætlanir um at gera bumbur burturúr evninum TATP, ið er sera spreingikvæmt. Tvey av teimum fongslaðu eru undir illgruna fyri at hava ætlanir um at keypa byrsur, ljóðkøvarar og lóður til eina ætlaða yvirgangsatsókn. Berlingske skrivar, at ein av teimum handtiknu hevur tætt samband til sokallaðu Sýria Jihadistarnar, sum eru farnir úr Danmark til Sýria fyri at stuðla Islamska Statinum. Løgreglan kom á staðið og byrjaði at skjóta við táragassi í eini roynd at spjaða mótmælisfólkini. Úrslitið var tó, at nakrar av sølumiðstøðunum máttu steingja orsaka av táragassinum. Siðvenja á nýggjárinum er at skjóta fýrverk, men við fýrverkinum fylgja nógvar reglur bæði fyri tey, ið selja, keypa og bresta fýrverk. Tey, ið selja fýrverk, skulu hava eitt serligt loyvið frá løgregluni til tess. Tá fýrverkssølan byrjar í morgin, 27. desember, fer løgreglan at gera kanningar saman við einum tilbúgvingarleiðara. Tá verður kannað um fýrverkssølurnar halda reglugerðir um goymslu og sølu av fýrverki. Til dømis skal alt fýrverkið ikki goymast saman, tí í sjálvum handlinum er bert loyvi at hava 20 kilo av fýrverki. Til tey, ið keypa fýrverk, er týdningarmikið at minnast til, at tað eru sløg av fýrverkið, ið øll ikki kunnu keypa. Løgreglan sigur, at tað er 18 ára aldursmark á tí mesta, undantikið borðbumbur, stjørnukastarir og pappírsperlur, ið børn kunnu keypa. Í Føroyum er tað ikki ólógligt at bresta fýrverk aðrar dagar enn á nýgjárinum. Tó hendir tað seg, at løgreglan fer eftir fólki fyri larm og gang, um fýrverk verður brostið eftir klokkan 22. Nýggjársaftan er eisini nógvur gangur, men tá ger løgreglan eitt undantak. Tað er eisini okkurt fýrverk, sum ikki er skilagott at nýta sum fýrverk. Eitt nú krysanthemum bumbur, sum eru ólógligar hjá vanligum fólki at bresta, og neyðrakettir, sum bert skulu nýtast á sjónum. Løgreglan mælir til at nýta stórsta varsemi á nýggjarinum, og til ikki at nýta fýrverk til annað enn tað er ætlað til. Tað sigur John Martin Olsen, politikomisserur. Hetta er aðru ferð í desember, at ferðafólk úr Brasilia eru skuldsett fyri at smugla lutfalsliga stórar nøgdir av kokaini til Danmarkar. Um miðjan desember handtók løgreglan eini onnur hjún, sum royndu at smugla meira enn 4,7 kilo av flótandi kokaini og 2,1 kilo sum pulvur. 31 ára gamli Nedim Yasar varð dripin 19. november 2018 í Keypmannahavn. Hann hevði júst verið til bókaframløgu, tá hann varð skotin í sínum egna bili. Teir báðir skuldsettu eru kendir í rokkara umhvørvinum í Keypmannahavn. Eitt nú eru teir settir í samband við bandafelagsskapin Saturdarah. Nedim Yasar hevði sjálvur fortíð í rokkara umhvørvinum. Sum ungur var hann leiðari í Los Guerros, ið stuðlað Bandidos. Nedim Yasar hevði tó lagt rokkaratilveruna aftur um seg, og arbeiddi við útsettum ungum, til hann í november í fjør varð dripin. Tað upplýsir guvernørurin í Bitlis landspartinum, sambært Reuters. Umframt tey, sum druknaðu, eru 64 fólk fingin upp á turt og eru flutt til sjúkrahús og kreppumiðstøðir í økinum. Turkiskir myndugleikar siga, at migrantarnir komu úr Pakistan, Bangladesj og Afganistan. Van vatnið liggur nærindis markinum til Iran, og sambært Reuters, brúka migrantar ofta hetta markið til at sleppa inn í Turkaland, og hagani royna tey so at koma víðari vestureftir og inn í Evropa. Tað er tó ógreitt, hví migrantarir fóru við báti. Tí ikki er neyðugt at fara í bát fyri at sleppa víðari inn í Turkaland. Sambært turkiskum myndugleikunum eru herurin og bjargingarfólk við í leitingini eftir fleiri ferðafólkum, sum kunnu hava verið við bátinum. Kavarar eru eisini við í leitingini. Lorenzo Fioramonti hevði biðið um at fáa tríggjar milliardir evrur, tað svarar til 22 milliardir krónur, til at menna landsins skúlar og universitet. Longu í september, stutt eftir at Fimm stjørnurørslan og mið vinstriflokkurin, Demokratiski flokkurin, skipaðu stjórn, hótti Fioramonti við at leggja frá sær, um ikki 22 milliardir krónur vórðu settar av til máløkið í fíggjarlógini fyri 2020. Avgerðin, sum Firoamonti tók tollaksmessudag, rakar skirvisligu italsku stjórnina meint, tí stór ósemja er í stjórnarflokkunum í fleiri málum, eitt nú um evruøkið og migrantar. Hetta er eisini tekin um innanhýsis ósmeju í flokkinum hjá Fioramonti, Fimmstjørnurørslan, sum roynir at fóta sær aftur eftir stóru ónøgdina sum var við formannin í flokkinum, Luigi Di Maio. Brandur H. Olsen hevur skrivað undir avtalu við fótbóltsfelagið Helsingborg IF í Sk ne, og verður longu presenteraður fyri svenska liðnum innan ársskiftið, skrivar Kvællsposten. Brandur fer sostatt frá íslendska felagnum, FH Hafnarfjørður. Brandur H. Olsen er ættaður úr Skálavík, hann er uppfostraður í B71 á Sandi og í FC Keypmannahavn, og skrivaði undir fyrsta professionella sáttmálan við danska felagið í 2014, tá var hann bert 20 ára gamal. Løgtingsvalið 2019 var sermerkt, tí politiski vígvøllurin var sjáldsama væl uppmerktur. Veljararnir skuldu velja millum borgarligu andstøðuna ella sosialliberalu samgonguna. Valstríðið snúði seg fyrst og fremst um grundleggjandi ósemjuna um, hvussu samfelagið skal fíggjast og virðini hjá landinum býtast. Men serliga tvídrátturin um, hvussu stóru virðini í fiskivinnuni skulu umsitast, skilti andstøðu og samgongu. Løgtingsvalið var tískil eisini eitt val millum samgonguleiðaran Aksel V. Johannesen, formann í Javnaðarflokkinum, og andstøðuleiðaran Jørgen Niclasen, formann í Fólkaflokkinum. Jørgen er hin durkdrivni politikarin, sum fyrstu ferð tók sæti á løgtingi sum 20 ára gamal, og nú, hann er vorðin fimmti, hevur sæð, upplivað og ikki minst yvirlivað alt í politikki. Aksel er hinvegin hin introverti og nærlagdi, men eisini sera væl umtókti løgmaðurin, sum setti met í persónligum atkvøðum til løgtingsvalið í 2015. Í tveimum pørtum sleppur hyggjarin at síggja síður av valstríðnum og politikarunum, sum hann ikki sær vanliga. Valið um virðini er bæði ein persónslýsing og ein upplivingarferð, sum sigur søguna um síðstu dagarnar áðrenn løgtingsvalið 2019. Umframt tónleikinum verður greitt frá sangleikinum, Kielgasten, har Annika Hoydal spældi við. Kim Larsen hevði havt eitt ynski um at spæla leik á palli, nú hann hevði roynt seg sum filmsjónleikari í Midt om natten. Úrslitið var framúr gott, báði hvat leiki og plátu viðvíkir. Leikurin varð spældur í Keypmannahavn og spælitíðin varð longd, men teir vildu ikki út at ferðast við honum, tí báði Larsen og Bellami vildu sleppa at spæla konsertir aftur. Onnur kend løg eru Flyvende sommer og Dengang da jeg var lille. Hetta var síðsta tíðin hjá Mogens Mogensen, tekstskrivara, sum í sjeytiárunum hevði skrivað nógvan tekst fyri Larsen og Gasolin , og hann verður umrøddur í sendingini. Plátubarrin 2. jólakvøld 2019. Luttakarar hesaferð Julian Johansen, Ólavur Thorsteinsson, Jaspur H. Magnussen, Niclas Heri Jákupsson, Símun Christian Olsen, Katrin Gregersen, Benjamin Deveci 62 fyritøkur og stovnar hava í ár bás á starvsstevnuni, har lesandi, arbeiðssøkjandi og onnur áhugaði kunnu koma í samband við møguligar framtíðar arbeiðsgevarar. Katrin Gregersen, fyriskipari vitjaði morgunsendingina í morgun saman við Benjamin Deveci, sum eftir Jobmatch í fjør slapp í starvsvenjing og síðan hevur fingið bjóðað fast starv hjá føroyskari fyritøku. Vesturheimurinm gav sær á jólum 1939 ikki so nógv far um, at ein nýggjur heimsbardagi var byrjaður. Víst høvdu Týskland og Sovjetsamveldið lagt Polland undir seg, og Sovjet hevði lopið á Finnland. Í Føroyum vórðu nakrar fyriskipanir settar í verk at búgva fólk út til bardagatíðir, men sjáldan vóru skip á okkara leiðum steðgað. Í sendingini verður greitt frá hendingum á evropeiska meginlandinum heystið 1939. Sendingin er grundað á bókina Kríggj Hitlers eftir danan Henning Poulsen. Herverk er í nátt framt móti fleiri bilum hjá millum annað Klaksvíkar kommunu og IRF. Bilarnir stóu úti á Bumshamri. Einir 50 rútar eru knústir. Løgreglan vil fegin frætta frá fólki, sum halda seg hava sæð ella vita um nakað, sum kann hava samband við herverkið út á Bumshamri í nátt. Einki frættist um vindskaðar aðrastaðni í landinum, hóast vindurin var nógvur. Á Fámjinsvegnum vóru hvirlurnar upp í 44 metrar um sekundið. Hetta gjørdi, at Bygdaleiðir avlýstu koyringina í Suðuroynni í gjár. Jenis av Rana, landstýrismaður í uttanríkismálum, heitti á løgtingið um at geva sær heimild til at taka uppsøgnina aftur, eftir at hann hevur samráðst við íslendingar um broytingar í sáttmálanum. Hoyvíkssáttmálin varð uppsagdur við virkna frá 1. januar í 2020 í sambandi við fiskivinnunýskipanina hjá undanfarnu samgongu í 2017. Har var tað millum annað var ásett, at útlendskur ognarlutur og harvið eisini íslendskur ognarlutur skuldi burtur úr veiðiliðinum í føroysku fiskivinnuni. Undir atkvøðugreiðsluni í gjár býtti løgtingið seg sundur í samgongu og andstøðu. Við endaligu atkvøðugreiðsluna vóru 16 atkvøður fyri og 13 ímóti. Andstøðuumboðini í uttanlandsnevndini høvdu sett fram broytingaruppskot um, at grein 6 í sáttmálanum skuldi broytast, soleiðis at sáttmálapartarnir frítt skuldu kunna áseta reglur ognarrætt í fiskivinnuni. Somuleiðis ynsktu andstøðumboðini, at sáttmálin ikki longur skuldu hava gildið sum lóg. Undirtøka var tó ikki fyri hesum í Løgtinginum í gjár. Heiðrarnir, ið verða latnir í ár eru Ársins ÍtróttaNAVN, Ársins ÍtróttaSTJØRNUSKOT, Ársins SAMBAND, Ársins ÍtróttaFELAGI, Ársins ÍtróttaÁTAK og Heiðursskjal Poul E. Petersen. Til ber bæði til at lurta og fylgja við á skýggjanum, tá heiðursskjølini verða latin, tí Útvarpið sendir beinleiðis frá tiltakinum, og eisini ber til at stroyma tiltakið á heimasíðuni hjá Kringvarpinum. Maria Samson Christensen og maðurin, Kent Christensen, eiga og reka Make Travel bilaleigu, Guesthouse Hugo og Caf Fjørðoy. Eisini hava Maria og ein vinkona tikið stig til Make Sense og í oktober í ár keyptu tær venjingarmiðstøðina Ven í Miðvági. Í oktober í fjør fekk mamma Mariu eina heilabløðing, og tað rakti familjuna hart. Síðani tá er hon blivin næstforkvinna í Heilafelagnum. Eisini misti hon systkinabarnið í januar í ár. Maria Samson Christensen er boðin til Kaffiduss. Aftaná luttakað Heini í Havn Magnussen, Trina Eysturoy og Napolion Jóhansson Magnussen í Kjakaríinum. Heini í Havn Magnussen, Trina Eysturoy og Napolion Jóhansson Magnussen luttakað í Kjakaríinum, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis. Arbeiðsgevarar eru svangir eftir nýggjum starvsfólki. 62 fyritøkur og stovnar hava í dag verið í Norðurlandahúsinum til jobmatch, har søguliga lága arbeiðsloysið ger, at fleiri fyritøkur kýta seg at dyrgja við størvum. Norski stórmeistarin, Magnus Carlsen, hevur júst vunnið heimistaraheitið í kviktalvi. Kviktalv er ein kapping, har telvararnir hava 15 minuttir, hvør at telva í. Framman undan talvinum hevði Magnus Carslen 11 stig og Hikaru Nakamura hevði 10 stig. Tí skuldi ikki meira enn remis javnleikur til, fyri at Magnus Carlsen gjørdist heimsmeistari. Tapti Magnus Carlsen, hevði verið umtalv um heimsmeistaraheitið. Rógvarin, sum vann silvur í heimsmeistaraheitinum fyrr í ár, og sum skal taka lut á Olympisku leikunum í Japan í summar, fegnaðist sjálvandi um heiðurin. Tað hevur nógv at siga fyri meg. Sjálvt um eg rógvi undir donskum flaggi, so føli eg, at eg eisini rógvi fyri Føroyar, segði Sverri Sandberg Nielsen millum annað. Hondbóltsleikarin Elias Ellefsen á Skipagøtu vann heiðurin sum ársins ítróttarstjørnuskot. Hann er í løtuni til kapping í Týsklandi saman við U18 landsliðnum, og tí tók abbin, Ólavur á Skipagøtu, ímóti heiðrinum. Høgni Kunoy Dávason vann heiðurin sum ársins ítróttafelag í 2019. Hann stovnaði sjálvur taekwondofelagið Hwarang sum 10 ára gamal, og síðstu árini hevur felagið vaksið seg stórt, og fyri kortum fekk felagið síni fyrstu svørtu belti. Súsanna K. Hansen vann Heiðursskjal Poul E. Petersen, fyri sítt arbeiði sum venjari, hjálparfólk, nevndarlimur og annað í Kyndli í longri tíðarskeið. Síðan Hans Petur í Brekkunum tók við sum stjóri í Føroya symfoniorkestri 1. november, hevur hann fylgt arbeiðnum hjá fráfarandi stjóranum, Pól Jákup Thomsen. Men nýggi stjórin hevur eisini gjørt sær nógvar tankar um framtíðar mál við orkestrinum, millum annað ynskir hann at fáa framførslur í lag kring landið, soleiðis at fleiri føroyingar fáa eitt tilknýti til symfoniorkestrið. Hans Petur í Brekkunum vitjaði morgunsendingina í morgun, har hann millum annað greiddi frá fyrstu tíðini í stjórasessinum og nýggjárskonsertini, sum er á skránni annað vikuskiftið í januar. Tað hevur alstóran týdning at fólk knýtt at feløgum kring landið hjálpa til, uttan at fáa nakað afturfyri, tí tað ber slett ikki til uttan, sigur Ussa. Hondbólturin fyllir nógv í heiminum hjá Ussu. Báðar døtrarnar spæla við bestu deildini hjá Kyndli og eru á kvinnulandsliðnum, umframt at maður hennara, Andreas, er venjari hjá KÍF. Bæði fólkatingsval og løgtingsval vóru í 2019 og tvær loyniupptøkur settu eisini dagsskránna. Onnur frá landsfundinum hjá Tjóðveldi í Suðri og hin úr Vinnumálaráðnum. Sum eftirnavnið ber boð um, er hann upppvaksin mitt í Klaksvík, við Ósánna. Tað kom at seta dám á hansara barna og ungdómsár, har hann gjørdist kendur sum svimjari og vann fyrstu medaljuna, ið føroyingar fingu á oyggjaleikum. Og síðsta stóra bragdið, tá ið hann í 2019 svam, súkklaði og rann tilsamans 452 kilometrar fyri autismufelagið, gjørdi, at øll aftur tosaðu um Elmar. Men á leiðini við sigrum hava eisini verið svárar løtur, sum hann eisini setir orð á í hesi samrøðuni. Klokkan var seks minuttir yvir átta í gjárkvøldið, tá løgtingið atkvøddi um fíggjarlógina fyri 2020 eftir at hava avgreitt 47 broytingaruppskot, sum komu til triðju viðgerð. Eitt pengaskáp av tí gamla slagnum, tað vigar fleiri hundrað kilo, varð drigið út á gólvið. Roynt er at fáa skápshurðina upp, men tað er ikki eydnast. Sambært aðalstjóranum í Vinnumálaráðnum skal sendiharrin hava sagt við landsstýrið, at eingin handilssáttmáli verður gjørdur við Føroyar, um Føroyar ikki taka av 5G loysnini hjá Huawei úr Kina. Tað er í stóran mun teir somu reiðararnir, sum frammanundan fáa tað mesta av fiskatilfeinginum, sum hava fingið tillutað makrel til línu og garnaskip á landsstýrisfundi í gjár. Samgongan býtti á landsstýrisfundi í gjár 5400 tons av makreli út til 20 línubátar og sjey garnaskip. Løgtingsins Umboðsmaður gav tí skoallaða makrelbólkinum eitt nevs fyri at hava býtt 5.000 tons av makreli politiskt út til línuskip í 2012. Atfinningin var, at eingin fyrisitingarlig ella faklig grundgeving var fyri at lata línuskipum makrelkvotur og at notatskyldan ikki var hildin. Men við nýggju lógini um sjófeingi er hetta fult lógligt og í gjár vóru altso 5.400 tons av makreli býtt út til línu og garnaskip, hóast tey ikki kunnu fiska makrel. Av teimum 16 línuskipunum, sum sambært Vørn hava verið í fiskiskapi í 2019, eigur ein av stórstu reiðarunum í Føroyum, Hanus Hansen, í seks línuskipum. Tey eru Jákup B, Klakkur, Kvikk, Núpur, Pison og Líðhamar, hesi eru øll partur av Kósini ella JFK samtakinum. Tað vil siga at 1.200 tons av makreli so ella so fella til skip hjá Hanusi Hansen eitt avreiðingarvirðið til næstan 10 milliónir krónur. Annfinn Olsen, stjóri og eigari av Framherja, sum hevur íslenska Samherja í rygginum, eigur línuskipini Skørir, Stapin og Váðastein og fær sostatt 600 tons av makreli aftrat tað svarar til eitt avreiðingarvirðið uppá næstan fimm milliónir krónur. Eisini Varðin í Gøtu og Thor í Hósvík hava fingið makrelvkotur til síni Línu og Garnaskip. Thor í Hósvík eigur millum annað garnaskipið Thor og línuskipið Túgvustein. Í sendingini, sum er tveir tímar, fara vita at tosa um ársins orð Heimafrið , sum felagið Heimafriður veruliga fekk sett á breddan í 2019. Forkvinnan í felagnum og borgarstjórin fyri einari av størstu ídnaðarhavnum í landinum seta seg saman at tosa um avbjóðingarnar við at tryggja, at sjóvinna og borgarar framhaldandi kunnu liva og virka saman. Almennu byggigølurnar Glasir og H bygningurin á Landssjúkrahúsinum hava sett spurnartekin við, um Landsverk yvirhøvur megnar at standa fyri stórum byggiverkætlanum. Ein nýggur maður hevur sett seg í stjórastólin í Landsverki og skal endurreisa álitið á stovnini. 2019 var aftur eitt ár, har Føroyar enn einaferð gjørdu vart við seg á atljóða gastronomi pallinum, tá Koks fekk sína næstu Michelin stjørnum. Tað er nærmast óhoyrt, at eitt so lítið land hevur eina matstovu við einari og slett ikki tveimum stjørnum. Vit tosa við unga kokkin, sum hevur staðið á odda fyri menningini, og við journalist, sum hevur gjørt sendingar um nøkur av teimum fólkum, sum gera seg galdandi innan matstovuvinnuna í Norðurlondum. Men hetta árskiftið skilmarkar eisini, at vit fara inn í eitt nýtt ára tíggju. Eitt gylt høvi at líta aftur á 2010ini, sum var eitt áratíggju, har Føroyar byrjaðu á botninum við Eik banka, sum fór á heysin, Fiskavirking, ið stongdi, arbeiðsloysi og fólkafráflyting. Men sum nú endað við, at Føroyar eru á toppinum við met høgum fólkatali, stórari búskarparligari framgongd, og at Føroyar brádliga eru vorðnar eitt av mest áhugaverdu ferðavinnumálum í heiminum. Vit hitta tvey leiðandi fólk, sum valdu at flyta heim aftur til Føroya í 2010unum, hóast tey høvdu spennandi størv við altjóða avbjóðingum í útlandinum. Hvat var tað fyri Føroyar, tey fluttu frá Og hvat vóru tað fyri Føroyar, tey fluttu aftur til 2019 var aftur eitt spennandi tónleikaár. Í tveir tímar spæli eg sangir av nøkrum at mest róstu útgávunum. Talan er serliga um tónleik, sum eisini hevur verið at hoyrt í LEITISSTEIN í 2019. Njótið sendingina. Løgtingsvalið 2019 var sermerkt, tí politiski vígvøllurin var sjáldsama væl uppmerktur. Veljararnir skuldu velja millum borgarligu andstøðuna ella sosialliberalu samgonguna. Valstríðið snúði seg fyrst og fremst um grundleggjandi ósemjuna um, hvussu samfelagið skal fíggjast og virðini hjá landinum býtast. Men serliga tvídrátturin um, hvussu stóru virðini í fiskivinnuni skulu umsitast, skilti andstøðu og samgongu. Løgtingsvalið var tískil eisini eitt val millum samgonguleiðaran Aksel V. Johannesen, formann í Javnaðarflokkinum, og andstøðuleiðaran Jørgen Niclasen, formann í Fólkaflokkinum. Jørgen er hin durkdrivni politikarin, sum fyrstu ferð tók sæti á løgtingi sum 20 ára gamal, og nú, hann er vorðin fimmti, hevur sæð, upplivað og ikki minst yvirlivað alt í politikki. Aksel er hinvegin hin introverti og nærlagdi, men eisini sera væl umtókti løgmaðurin, sum setti met í persónligum atkvøðum til løgtingsvalið í 2015. Valið um virðini er bæði ein persónslýsing og ein upplivingarferð, sum sigur søguna um síðstu dagarnar áðrenn løgtingsvalið 2019. Í videobrotinum sæst ein tøtt torva av laksi sum svimur í millum bátarnar, sum liggja við brúnna. Lívfrøðingur, sum Kringvarpið hevur verið í samband við, sigur, at talan er sera sannlíkt um laks. Enn er óvist hvaðani lakurin kemur. Umhvørvisstovan hevur ikki fingið nakra fráboðan um útslopnan laks. Um talan er um alilaks, sum er sloppin leysur, kann tað verða skaðiligt fyri umhvørvið. Tað er serliga Bakkafrost, sum hevur alivirksemi nærhendis Klaksvík, men Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti, sigur, tey vita ikki um, at alilaksur skal vera sloppin úr ringunum hjá teimum. Nýggjársaftan varð prát sent við Elin Brimheim Heinesen og dóttir hennara, Helenu Heinesen Rebensdorff, sum eisini er sangari og komponistur, og hvørs artistnavn er Brimheim . Tær greiddu opið frá bæði hugvekjandi, lívsjáttandi, og forðandi royndum. Í fjør gav Elin Brimheim Heinesen okkum eina fløgu við løgum hvørs tekstir hava støði í lívsgleði og undran, men eisini mótburði. Millum annað hevur hon roynt at livað saman við tunglyntum manni, eins og hon hevur verið sambúgvi við harðligum manni. Hesum greiðir hon frá í sendingini. Hin útgávan við Yndisløgum frá 2010 er gjørd sum ein varði til minnis um mammu Elin Brimheim Heinesen, Maud Heinesen Brimheim , og mammubeiggja Elina, Svenn Brimheim. Bæði doyðu tey av krabbameini, men Svenn, ið var guittaristur, náddi at spæla helvtina av yndisløgunum inn saman við Elini og manningini í Ad Libitum. Talan er um evergreens við føroyskum teksti eftir Elin B. Heinesen. Teir eru í høvuðsheitum positivir og lættir, tó við onkrum óttafullum tanka inn ímillum. Í sendingini hoyra vit eisini tvey nýggj løg, sum Helena ella Brimheim ætlar at geva út í 2020. Annað av hesum hevur stóra kærleikan til ektafrú hennara sum evni. Brimheim útgávan í 2020 fer at hava fimm løg. Og eisini mammman, Elin B. Heinesen, er farin í holtur við at gera og fyrireika løg til innspæling, men útgáva verður ikki enn. Íslendingar fegnast, nú Hoyvíkssáttmálin ikki fór úr gildi á nýggjárinum kortini. Guðlaugur ór órðarson, uttanríkisráðharri, sigur, at sáttmálin hevur roynst bæði Íslandi og Føroyum væl. Hann fegnast um føroysku avgerðina um at taka aftur uppsøgnina, og hann sigur seg gleða seg til at gera samstarvið millum londini uppaftur betri. Partar av tøkum fóru í Leirvík, Fuglafirði og á Tvøroyri. Á Tvøroyri fór ein rútur í grannahúsunum hjá húsunum, har takið byrjaði at ríva. Ein húsvognur var við at fara í Skopun og tað sama eitt úthús í Havn. Í Hvalba tók vindurin eina bingju, og við Blómubrekku í Havn og við tunnilsmunnan í Saltnesi koppaði hegn út á vegin. Nógv regn var eisini og nakað av gróti ruddi út á Tjørnuvíkarvegin. Vindurin var nógvur í hvirlunum. Klokkan hálvum eitt í nátt vóru hvirlurnar upp í 61 metrar um sekundið í Øðraskarði á Fámjinsvegnum. Umborð á Berlin gjørdist Reinhard Heydrich væl við 1. stýirmannin, Wilhelm Canaris, sum mótarbeiddi Adolf Hitler undir seinna heimsbardaga. Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, helt gamlaárskvøld sína fyrstu nýggjársøðu. Røðan byggir í stóran mun á føroyska felagsskapin og gerandishetjur. Ein nýggjársøða skal savna fólkið, og hon skal ikki verða ov politiskt. Tó helt Turið Nolsøe millum annað, at røðan til tíðir var ov trygg og lítið sigandi. Hálvan januar er ætlanin, at nýggjasta skipið hjá Smyril Line, Akranes, byrjar at sigla við farmi millum Havnina, orláksh fn í Íslandi og Hirtshals í Danmark. Smyril Line hevur keypt Akranes frá finska reiðarínum Bore Ltd fyri góðar 96,7 milliónir krónur. Akranes varð skrásett í føroysku altjóða skipaskrásetingini 20. desember. Jóhanna á Tjaldrafløtti er kostráðgevi og stjóri á Húsarhaldsskúla Føroya. Í 23 ár hava tey á húsarhaldsskúlanum havt eitt lívsstílsskeið. Tá tað kemur til at lætna, so sigur Jóhanna, at mann fyrst og fremst skal spyrja seg sjálvan, hví mann ynskir at lætna nøkur kilo. Síðani er tað umráðandi at finna útav hvørjar broytingar í dagligdegnum skulu til, fyri at mann kann lætna nøkur kilo. Tað er serliga ein hugburðsbroyting sum skal til, um ein skal gera sær vónir um at lætna. Tað er ikki neyðugt at siga farvæl til alt tað ósunna, men tað er serliga mongdir og javnvágin av øllum, sum hevur mest at siga. Fyrstu níggju mánaðirnar í fjør landaðu føroysk skip tilsamans 81.500 tons fyri tilsamans eina góða milliard krónur, vísa tøl hjá Hagstovuni. Tað er munur á, um vit tosa um eina harra og eina frúu, ella um vit siga harra ella frú formaður, tí eitt eitur virðingarheiti, sum til dømis harra og frú, og tey bendast sostatt ikki. Hoyr Rúnu Frimannsdóttir greiða frá, hvussu tað var, at hennara andlit og útsøgnir endaðu í sjónvarpi, bæði í Føroyum og í Danmark. Hóast hesi orðini minni um hvørt annað, so taka summi teirra hvønnfall og summi hvørjumfall. Vit heiðra, virða og æra hann og hana hvønnfall . Vit fagna, lova, prísa og rósa henni og honum hvørjumfall . Ársins ítróttaheiðrar hjá ÍSF skuldi heldur itið ársins ítróttaheiður ella ítróttafagnan eisini hóast tey eru fleiri, sum fáa eina viðurkenning. Rúsevnismarknaðurin í Føroyum er vaksandi, og tað eru ikki bara fólk í kriminella umhvørvinum, sum brúka hesi rúsevni, men eisini vanligir føroyingar. Ein hin virknasta tíð hjá kórum kring allan heimin er um jólini, og nógv eru verkini at velja ímillum. Henda sending bjóðar eitt sindur av hvørjum, bæði gamalt og nýtt, kent og meira forkunnugt. Hvussu skulu politiskar nýggjársrøður verða skipaðar, og hvussu kláraði Bárður á Steig Nielsen sína fyrstu nýggjársrøðu sum løgmaður Tað eru millum annað spurningarnir, sum Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður, Jóhann Lutzen, stjóri á Norðlýsinum, og Eydna Skaale, retorikari, fara at kjakast um í Degi og Viku í kvøld. Í hesum sendingum siga fólk frá ymiskum, teimum hevur verið fyri í barna og unglingaárum í eini tíð, tá ið Føroyar vóru annað oyggjasamfelag, enn tær eru í dag. Við tað at fleiri av gerandishendingunum, sum sagt verður frá, fóru fram fyri nærum 100 árum síðani, er nógv bæði øðrvísi og hugtakandi at hoyra um. Í hesum sendingum siga fólk frá ymiskum, teimum hevur verið fyri í barna og unglingaárum í eini tíð, tá ið Føroyar vóru annað oyggjasamfelag, enn tær eru í dag. Við tað at fleiri av gerandishendingunum, sum sagt verður frá, fóru fram fyri nærum 100 árum síðani, er nógv bæði øðrvísi og hugtakandi at hoyra um. Í hesum sendingum siga fólk frá ymiskum, teimum hevur verið fyri í barna og unglingaárum í eini tíð, tá ið Føroyar vóru annað oyggjasamfelag, enn tær eru í dag. Við tað at fleiri av gerandishendingunum, sum sagt verður frá, fóru fram fyri nærum 100 árum síðani, er nógv bæði øðrvísi og hugtakandi at hoyra um. Í hesum sendingum siga fólk frá ymiskum, teimum hevur verið fyri í barna og unglingaárum í eini tíð, tá ið Føroyar vóru annað oyggjasamfelag, enn tær eru í dag. Av tí at fleiri av gerandishendingunum, sum sagt verður frá, fóru fram fyri nærum 100 árum síðani, er nógv bæði øðrvísi og hugtakandi at hoyra um. Sjey fólk eru handtikin í Turkalandi, undir illgruna fyri at hava hjálp fyrrverðandi stjóranum í Nissan, Carlos Ghosn, at sleppa úr Japan. Fýra flogskiparar og ein leiðari fyri flutningsfelagið skulu avhoyrast í sambandi við kanningarnar hjá løgregluni, sigur privata tíðindastovan, DHAF Ghosn hevur bæði franskan, libanesiskan og brasilskan ríkisborgaraskap, men japanska ákæruvaldið hevði tikið passið frá honum hjá sakføraranum í Tokyo. Japansku sakførararnir siga seg einki vita um, at hann er flýddur, men japanska løgreglan hevur illgruna um, at sakførararnir og onnur hava hjálp Ghosn at flýggja. Fyrrverandi stjórin í Nissan, sum eisini var ovasti stjóri í franska Renault, sigur, at einki hald er í skuldsetingunum móti sær, og at hetta er úrslit av, at japansku myndugleikarnir eru í móti, at báðir bil risarnir eru lagdir saman. Norska bjargingarmiðstøðin setti fyrrpartin leiting í gongd í Norskahavinum eftir tveimum av manningini, sum vóru við einum farmaskipi. Skipið, Stara Planina, sum er 186 metrar langt, var á veg úr Murmansk í Russlandi til Constanta í Rumenia. Skipið, sum siglir undir maltesiskum flaggi, er statt 200 fjórðingar í útsynning úr Bodø. Boðini til bjargingarmiðstøðina vóru, at tveir av manningini vóru farnir fyri borð. Veðrið á leiðini er ringt, átta metrar høgar aldur og stormur. Tað er tó óvist, um menninir fingu fatur í boyurnar, sum vórðu tveittar út, sigur leiðarin á høvuðsbjargingarmiðstøðini, Tor Erik Thorkildsen, við norska Tv2. Nýggjársaftan filmaði ein borgari í Klaksvík eina stóra fiskatorvu við bátabrýrnar, sum viðkomandi, ið hevur starvast við laksi og smolti, var sannførdur um var laksur. Hóast upptøkurnar ikki geva nakað greitt svar um fiskaslagið, so heldur ein fiskifrøðingur, Útvarpið hevur tosað við, at fiskurin á upptøkuni í Klaksvík mest sannlíkt er laksur. Í hesum sendingum siga fólk frá ymiskum, teimum hevur verið fyri í barna og unglingaárum í eini tíð, tá ið Føroyar vóru annað oyggjasamfelag, enn tær eru í dag. Við tað at fleiri av gerandishendingunum, sum sagt verður frá, fóru fram fyri nærum 100 árum síðani, er nógv bæði øðrvísi og hugtakandi at hoyra um. Rúsdrekkasølan hevur einkarrætt at innflyta rúsdrekka, og tí verða allar fløskur, eisini vínfløskur, sum eru ætlaðar sum gáva, beindar burtur. Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, vísir aftur, at vegurin verður smalkaður fyri at leggja trýst á landsmyndugleikarnar fyri at fáa Fjøruvegin gjørdan. Í gjárkvøldið ummæltu Eydna Skaale, retorikari, Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður, og Jóhann Lutzen, og stjóri á Norðlýsinum, nýggjársrøðuna í Degi og Viku. Eingi av teimum størstu føroysku tónleikanøvnininum vóru serliga virkin við útgávum í 2019, men nógv nýggj og spennandi tónleikanøvn trinu framm á føroyska tónleikapallin við debut stakløgum. Umleið helvtin av tónleikinum í útvarpinum hevur verið føroyskur og í alt eru meir enn 130 nýggj, føroysk stakløg sett í umfer í útvarpinum hetta seinasta árið. Tá Jackie byrjaði at strippa, broyttist hann frá einum lítlum smædnum happiofri til kvinnudárara við sjálvsáliti. Men tá lítið er at gera sum strippari, fær tørvandi arbeiði hann at kenna, at nýggi stripparasamleikin syndrast. Tá Kim er til arbeiðis sum stripparin Casanova, kennist tað hugaligt at vera 100 í fokus. Men tað at strippa er eisini ein flýggjan, so hann sleppur undan at hugsa um tað, sum nívir. Tað segði forsetin í landinum, Hage Geingob, í nýggjársrøðu sínari, sigur íslendska kringvarpið RÚV. Hann segði, at hann hevur givið fiskimálaráðharranum boð um at hjálpa fiskimonnum, sum hava mist hýruna. Forsetin segði seg ætla at stríðast móti fátækradømi og korruptsjón. Arbeiðsleysir fiskimenn í Namibia hava mótmælt regluliga í seinastuni, tí feløg, sum eru knýtt at íslendska felagnum Samherja, hava fingið kvotur á ivasaman hátt í Namibia. Seks menn eru varðhaldsfongslaðir í Namibia, skuldsettir fyri korruptsjón, tá kvotur eru latnar. Teirra millum eru tveir fyrrverandi ráðharrar, Bernhard Esau, sum var fiskimálaráðharri, og Sachy Shangala, sum var løgmálaráðharri. Norska bjargingarmiðstøðin fekk stutt fyri middagsleitið í gjár boð um, at tveir av manningini umborð á maltesiska farmaskipinum, Stara Planina, vóru farnir í havið. Tvær tyrlur vóru sendar út til farleiðina, eini 200 sjómíl í útsynning úr Bodø. Illveður var á leiðini, stormur og átta metrar høgar aldur. Í gjárkvøldið boðaði norska høvuðsbjargingarmiðstøðin frá, at einki var funnið. Havandi í huga kuldan, høgu aldurnar og veðrið, er eingin møguleiki fyri, at vit finna teir á lívi, segði bjargingarmiðstøðin. Teir saknaðu eru bulgarar, og vóru bara í arbeiðsklæðum, tá teir fóru fyri borð. Høvuðsbjargingarmiðstøðin veit enn ikki, hvat hendi, tá menninir fóru í havið. Skipið, Stara Planina, er 186 metrar langt, og var á veg úr Murmansk í Russlandi til Constanta í Rumenia. Einki annað skip var har á leiðini, har farmaskipið misti tveir av manningini. Umleið 50.000 útlendskir ríkisborgarar eru skrásettir at búgva í Íslandi, og talið er vaksið 5.000 frá desember í 2018 til desember 2019. Sambært tølum frá Hagstovu Íslands búðu 49.344 útlendskir ríkisborgarar í Íslandi 1. desember 2019, og tað eru 11,7 prosent fleiri enn somu tíð í fyrraárið, tað svarar til 5.188 persónar. Í samband við hátíðarhaldið varð ein minnispláta avdúkað. Minnisplátan er av fyrstvaldu nevnd felagsins og harvið stovnarunum av B71 afturi í 1970. Karl Vidtfeldt, Heri Andreasen, Jens Christian Olsen, Eyðun M. Thomsen, Uni L. Hansen, Jens Jákup Hansen, Jógvan Arge og Símun Christian Olsen. Løgreglan í Føroyum bíðar eftir DNA royndum, soleiðis at deyða fólkið, sum varð funnið í Kunoynni í heyst, kann eyðmerkjast. Beinagrindin av einum fólki varð funnin í Skriðudali vestantil í Kunoy, norðan fyri bygdina. Ein maður, sum skeyt harur, fann beinagrindina við ein stein. Beinagrindin er send rættarlæknastovninum í Danmark at verða kannað fyri DNA, men enn er einki svar komið, sigur Heri Andreassen, leiðari á kriminaldeildini hjá løgregluni. Løgreglan veit um tveir útlendingar, sum hvurvu í Føroyum í fjør. Ein 29 ára gamal eysturríkskur maður hvarv í Fugloy í januar, og ein 31 ára gamal franskur maður, sum kom við Norr nu úr Íslandi í februar, er eisini horvin. Fraklendingurin fór umborð á Norr nu í Seyðisfirði 20. februar á veg til Føroya, og at hann hevur gist í Føroyum í februar í fjør. Annað jólakvøld og nýggjárskvøld sendi Kringvarpið stuttrøðina Valið um virðini . Ein sending, har vit fylgdu Jørgeni Niclasen og Akseli V. Johannesen í døgunum upp undir valið. Tvey lið frá kringvarpinum fylgdu hvør sínum floksformanni seinastu dagarnar fyri valið. Ein fotografur, ein ljóðmaður og ein reportari var á hvørjum liðinum. Tá í samanum kom vóru áleið hundrað tímar av upptøkum komnar til høldar. Hetta kravdi nógv av toyminum handan sendingina at seta saman. Stuttrøðin hevur fingið sera góða móttøku, og millum annað dámar hyggjarunum sera væl, at man sleppur so tætt upp formenninar og sjálvt valstríðið. Sendingina løgdu Uni Leitisstein Hansen og Eyðun M. Thomsen til rættis. Á upptøkuliðunum, sum fylgdu floksformonnunum, vóru Rebekka Manuela Behrens, Tórður Mikkelsen, Jónfinn Stenberg, Jens Jákup Hansen, Finnur Hansen og Sámal Jákup Jakobsen. Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum hevur higartil havt samráðingar við Starvsmannafelagið, Lærarafelagið og felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingum. Jan Mortensen, stjóri á Lønardeildini, sigur, at Lønardeildin hevur havt samskifti við onnur fakfeløg eisini, men ongar ítøkiligar samráðingar. Hjá 12 fakfeløum á almenna arbeiðsmarknaðinum fara sáttmálarnir ikki úr gildi fyrr enn 1.oktober í ár, tí teir eru galdandi í trý ár. Ovasti leiðarin í Iran, Ayatollah Ali Khamenei, lovar hevnd, eftir at iranski generalurin, Qassem Soleimani, doyði í einum amerikonskum álopi á flogvøllinum í Bagdad í nátt. Miðlarnir á einum vegamóti. Soleiðis var heitini á einum fundi, sum Føroysk Miðlafólk skipaðu fyri 30. november. Spurt var hvørjar avbjóðingarnar eru í føroyska miðlaheiminum og hvørja framtíð ganga miðlarnir ímóti. Útskiftingin á redaktiónunum er stór, fíggjarliga botnlinjan trýstir gerandisdegin og lesarar, lurtarar og hyggjarar finnast at innihaldinum. Tveir politikarar formaðurin og næstformaðurin í Mentanarnevnd Løgtingsins vóru við Djóni Nolsøe Joensen úr Javnaðarflokkinum og Beinir Johannesen úr Fólkaflokkinum. Harafturat vóru trý fólk úr Miðlaheiminum biðin at siga sína hugsan. Tey vóru Birgith Lassen, starvast á Kvinnu, Brynhild Thomsen, sum gavst í Kringvarpinum herfyri og Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum. Lagt til rættis Øssur Winthereig Í 2017 doyðu 44 fólk í flogvanlukkum. Tað er tað minsta, síðani Aviation Safety Network byrjaði at skráseta sivilar flogvanlukkur í 1946. Hildur Patursson, serfrøðingur a dagstovnaøkinum, kemur í sjónvarpsstovuna, har hon millum annað fer at greiða frá nýggjastu granskingini á økinum. Støðan millum Iran og USA er vorðin sera spent, eftir at amerikanarar í nátt drupu ein iranskan herovasta, meðan hann var staddur í Irak. Iran hevur svorið hevnd, og samstundis verður stúrt fyri, at spenta støðan kann fáa álvarsligar avleiðingar fyri USA og alt Miðeystur. Tá fríggjadagsbøn var í iranska høvuðsstaðnum Teheran í dag, róptu túsundtals fólk Deyði yvir Amerika, og tey kravdu, at Iran hevnir USA fyri at hava dripið iranska herovastan, Qassem Soleimani. Svimjisamband Føroya fær samanlagt 569.400 krónur til fýra einstakar svimjarar og eitt lið við yngri úrvalssvimjarum. Harumframt eru lutfalsliga stórar upphæddir eisini latnar landsliðum í flogbólti, hondbólti og fimleiki. Á listanum síggjast hesaferð fleiri nøvn og lið, sum ikki hava fingið úrvalsstuðul fyrr. Millum teirra eru fimleikarin Rani Allanson Dalsgarð og taekwondoíðkarin Høgni Kunoy Dávason, sum báðir fáa 150.000 krónur í part, og rennarin Rebekka Fuglø, sum fær 80.000 krónur. Parasport Føroyar, krónur 150.000 Hávard Vatnhamar, krónur 150.000 Svimjisamband Føroya, krónur 569.400 Signhild Joensen, krónur 150.000 Vár E. Eidesgaard, krónur 150.000 Rókur Trygvason, krónur 122.400 Róland Toftum, krónur 97.000 Yngri úrvalssvimjarar, krónur 50.000 Sersambandið fyri súkkling og triathlon, krónur 120.000 Torkil Veyhe, krónur 120.000 Taekwondosamband Føroya, krónur 150.000 Høgni Kunoy Dávason, krónur 150.000 Ein teirra er 20 ára gamli amboðsfimleikarin Rani Allanson Dalsgarð, sum vann silvur í norðurevropeiskari meistarakapping í heyst. Hesi 14 árini, Norðoyatunnilin hevur verið opin, er ferðslan næstan trífaldað. Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá tunnilsfelagnum, nú árið í fjør er gjørt upp. Í fjør koyrdu tilsamans 1.308.519 akfør ígjøgnum Norðoyatunnilin. Hetta svarar til, at tað í miðal koyrdu 3.585 akfør ígjøgnum Norðoyatunnilin hvønn dag í 2019. Í 2006, tá tunnilin lat upp, koyrdu 448.884 akfør ígjøgnum tunnilin. Árið eftir koyrdu tilsamans 662.828 akfør ígjøgnum tunnilin, sambært tølum hjá almenna partafelagnum. 3.000 fólk frá eykaherinum í Australia eru boðsend í royndini at basa herviligu skógareldunum, sum hava herjað í landinum tær síðstu vikurnar. Ein ógvisligur skógareldur á vælumtóktu feriuoynni Kangaroo Island hevur nú eisini kravt tvey mannalív, skrivar tíðindastovan Reuters í morgun. Sambært løgregluni á staðnum doyðu tey bæði fólkini, tá tey vórðu fangað í einum bili nærhendis býnum Pardana, skrivar franska tíðindastovan, AFP. Skaðarnir eru ikki gjørdir upp enn, men vit vita, at skógareldarnir hava fingið fastatøkur á meira enn 100.000 hektarum av jørð, sigur forsætisráðharrin í Suðuraustralia, Steven Marshall. Hitabrúgvin, sum hevur gjørt tað trupult hjá myndugleikunum at basa skógareldunum, hevur í dag flutt seg norður eftir í Australia, og myndugleikarnir hava eina trupla uppgávu fyri framman. Australia hevur tí boðsent 3.000 fólk frá eykaherinum í landinum, ið skulu hjálpa til, at fáa tamarhald á teimum nógvu skógareldunum, sum brenna í deilstatunum New South Wales og Victoria. Tað upplýsti ráðharrin í verjumálum, Linda Reynolds, fyrr í morgun okkara tíð, sambært australska blaðnum, The Sydney Morning Herald. Hetta er helst fyrstu ferð í søguni, at eykafólk eru boðsend at basa skógareldum soleiðis, sigur ráðharrin í verjumálum sambært blaðnum. Dagurin í dag verður trupul fyri sløkkiliðsfólkini. Veðurforsøgnin sigur frá turki, 40 hitastigum og nógvum vindi bæði í New South Wales og Victoria, sambært tíðindastovuni, Reuters. Millum aðrar spurningar, so er hesin upplagdur at spyrja havnadamuna, sum hevur ivast í, um ikki hon er meira strandingur enn úr Havn, tá samanum kemur. Sigast má, at onnur Elin dugdi betur at pella enn hin, men var tað Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í ÍSF, ella Elin Michelsen, vertur, sum kollgitti Karin Kass er boðin til Kaffiduss. Aftaná luttakað Elin Brimheim Heinesen, Janus Poulsen og Sasho Bjartsson í Kjakaríinum, og at enda pella Elin Heðinsdóttir Joensen og Elin Michelsen, sum mátti traðka til, tá eitt avboð kom í evstu løtu. Nýggi varastjórin á Landssjúkrahúsinum við læknafakligari bakgrund verður helst settur í næstu viku, ella í seinasta lagi aðru viku. Tað sigur Steinar Eirikstoft, stjóri á Landssjúkrahúsinum. Fyrrverandi varastjórin, Thomas Schiøler, segði seg úr starvinum í september mánað, tí hann hevur fingið eitt dreymastarv í Danmark, sum hann málbar seg tá. Tað er ikki gravgangur eftir at verða varastjóri á Landssjúkrahúsinum við læknafakligari bakgrund. Bara tvey fólk hava søkt starvið í hesum umfarinum. Tað var heldur ikki gravgangur eftir starvinum í 2018, tá undanfarni varastjórin varð settur. Tá søkti bara eitt fólk starvið, og tað mátti lýsast umaftur, og tá søktu fimm fólk starvið. Tey bæði fólkini, sum nú hava søkt starvið sum varastjóri við læknafakligari bakgrund, eru bæði tvey føroyingar, sigur stjórin á Landssjúkrahúsinum. Tað verða framvegis ikki seldir nógvir elbilar í Føroyum, tá fólk keypa sær nýggjar persónbilar. Nógv tann størsti parturin av bilum, sum blíva seldir, eru bensin og dieselbilar. Akstovan skrásetti í fjør tilsamans 2.214 nýggjar persónbilar, men bara ein heilt lítil brotpartur 3,4 prosent vóru eldrivnir bilar. Tað vísa nýggj hagtøl, tá árið 2019 er gjørt upp. Hetta svarar til, at fyri hvørjar 29 nýggjar persónbilar, sum vórðu skrásettir í Føroyum í 2019, var bara ein eldrivin persónbilur. Restin var bensin og dieselbilar. Bilasølan í Føroyum er trífaldað eftir bara tíggju árum. Í 2009 vórðu 697 nýggir bilar skrásettir í Føroyum, sambært hagtalsgrunninum hjá Akstovuni. 106 Her koma, Jesus, tíni smá 42 Undir tínum veingjabreiði 37 Hvar Guð vil, glaður eg fari 622 Sælir vóru tit, ið vardu 353 Harrin rættir út sín arm 364 Lat Jesus leiða 661 Tín friður skal ei víkja VØRN boðar í dag frá tey 12.806 tonsini, sum við kunngerð vórðu latin sum felags atgongd í ES sjógvi nú eru fiskað, og tískil kunnu skip, ið høvdu part í felags atongdini undir føroyskum flaggi, ikki fara til fiskiskap eftir makreli í ES sjógvi. Øll tey føroysku nótaskipini, uttan Fagraberg og Norðborg, fóru beint eftir nýggjár til fiskiskap beint vestan fyri Hetland. Tey komu í rokfiskiskap, og í gjár høvdu øll fulla last. Lógarkrav er um, at skipini skulu avreiða í Føroyum, men virkini klára ikki at taka ímóti øllum makrelinum í senn. Tí ræður um hjá skipunum at skunda sær til lands, so tey eru frammalaga í røðini at sleppa at avreiða. Makrelurin er væl fyri í løtuni, og tí eru betri útlit fyri, at hann heldur góðskuna, hóast okkurt av skipunum verður noytt at bíða nakrar dagar eftir tørni, verður sagt úr vinnuni. Bárður á Steig Nielsen skal týsdagin á fund við danska forsætisráðharran, Mette Fredriksen, og grønlendska landsstýrisformannin, Kim Kielsen. Fundurin verður hildin í Keypmannahavn. Fleiri mál eru á dagssrá fyri fundin millum stjórnarleiðarar í ríkisfelagsskapinum. Eitt av málunum er støðan í Arktisk og harvið eisini tann áhugin, sum stórveldini í løtuni vísa økinum. Mette Fredriksen var fyri kortum á fundi við amerikanska forsetan, Donald Trump, har viðurskifti í Arktisk eisini vórðu umrødd. Innihaldið av hesum fundinum verður væntandi eisini á dagsskrá fyri fundin týsdagin. Øll koyring hjá Bygdaleiðum er avlýst, og Smyril siglir ikki aftur fyrr enn í fyrsta lagi seinnapartin klokkan 16 av Havnini. Tað er heldur ikki óhugsandi, at aðrar avlýsingar koma, sigur Strandferðslan. Illveðrið fær eisini fleiri fólkaskúlar at avlýsa alla skúlagongdina í dag. Tilsamans átta fólkaskúlar hava í morgun lýst í útvarpinum við, at øll skúlagongdin í dag er avlýst vegna veður. Teir skúlarnir eru Vestmanna skúli, Skála skúli, Hvalvíkar skúli, Velbastaðar skúli, Hósvíkar skúli, Skúlin við Streymin, Runavíkar kommunuskúli og Fuglafjarðar skúli. Flogferðslan er eisini darvað av illveðrinum. Sambært heimasíðuni hjá Vága floghavn eru flogferðirnar úr Bergen, Keflavík, Edinburgh og Paris útsettar í dag. Í hesum sendingum siga fólk frá ymiskum, teimum hevur verið fyri í barna og unglingaárum í eini tíð, tá ið Føroyar vóru annað oyggjasamfelag, enn tær eru í dag. Av tí at fleiri av gerandishendingunum, sum sagt verður frá, fóru fram fyri nærum 100 árum síðani, er nógv bæði øðrvísi og hugtakandi at hoyra um. Í hesum sendingum siga fólk frá ymiskum, teimum hevur verið fyri í barna og unglingaárum í eini tíð, tá ið Føroyar vóru annað oyggjasamfelag, enn tær eru í dag. Av tí at fleiri av gerandishendingunum, sum sagt verður frá, fóru fram fyri nærum 100 árum síðani, er nógv bæði øðrvísi og hugtakandi at hoyra um. Jóhan á Plógv Hansen spældi allan fyrra hálvleik í Golden League dystinum móti Fraklandi í gjárkvøldið. Dysturin endaði við, at danir vunnu 31 30. Støðan í hálvleikinum var 17 14 til Danmark. Hesir báðir dystirnir hava so avgjørt ikki gjørt mína uppgávu lættari. Eg haldi, at allir hava uppiborið at sleppa við, men soleiðis er tað tíverri ikki, segði Nicolaj Jacobsen, landsliðsvenjari, við TV2 Sport eftir dystin móti Fraklandi. At myndugleikarnir útskriva felagskvotu ávirkar dygdina á fiskinum, sigur Ólavur Bjarkhamar, virkisleiðari á Varðanum Pelagic á Tvøroyri. Tá skipini fiska samstundis, og øll koma inn at landa í senn, er tað ein avbjóðing, tí makrelur og annar uppsjóvarfiskur skal landast og virkast so skjótt sum til ber. Lovisa Petersen Glerfoss setti sær eitt heldur øðrvísi nýggjárslyfti við ársbyrjan í fjør, sum nú er borið á mál. Hon byrjaði 1. januar í 2019 at hekla eitt teppi, eitt umfar um dagin, har hitastigini í Sandavági klokkan tvey hvønn dag avgjørdu litin. Í ólavsøkurøðuni í 2018 segði Aksel V. Johannesen, sum tá var løgmaður, at tunnilsfelagið skuldi flyta úr Havn til Runavíkar á nýggjárinum, tað er fyri einum góðum ári síðani. Aðalfundur í Nordea í Stokkhólmi. Um hvussu nationalisma yvirtók forrætningslogikk, og Nordea gjørdist bankin við tí ringasta umdøminum. Redaktørur Stefan Brunow. Á sumri 1968 er Axel Nielsen í Blokhus við unnustuni Grethe. Tey koyra í einum hvítum sportbili við reyðum leðri innan. Tað sær gott út, men so gott er tað nú ikki. Tí tá Axel ikki heldur frí í Blokhus arbeiðir hann á Thulestøðini í Norðurgrønlandi. Eitt hálvt ár frammanundan var hann vitni til eina flogvanlukku, sum gjørdist ein tann størsta politiska gølan í danmarkarsøguni. Grethe frætti um vanlukkuna í sjónvarpinum meðan hon passaði tað lítla barnið einsamøll heima í Aalborg. Hetta er gjørt fyri at umboðsfólk, sum skulu velja nevndina í móðurfelagnum P f Betri á aðalfundinum í apríl, eru fólk, sum hava verið í umboðsráðnum í nøkur ár í staðin fyri fólk, sum eru nývald í Umboðsráðið, tá nevndarvalið var í januar. Elmar Højgaard bleiv forstjóri á nýggja stovninum, Vørn, tá Tilbúgvingarstovnurin, MRCC Tórshavn Radio og Fiskiveiðueftirlitið vórðu løgd saman 1.januar í 2013. Trettandidagurin er dagurin hildin fyri teir tríggjar heilagu kongarnar ella teir tríggjar vísmenninar úr Eysturlondum, Kaspar, Melchior og Balthasar, sum fóru út at ofra til tað nýfødda Jesubarnið, førdir av tí lýsandi Betlehemsstjørnuni. Í nógvum londum, verður dagurin eisini hátíðarhildin á ymsan hátt. Í Føroyum dansa vit millum annað føroyskan dans trettanda kvøld. Gomul søgn sigur, at eisini at tey fólk, ið høvdu kastað seg í havið, dansaðu trettandu nátt. Hesi fólk, sum eftir søgnini vóru vorðin til kópar, kundu einaferð um árið kasta kópahamin og dansa sum vanlig fólk. Seyðaárið byrjaði eftir gamlari rokning á trettandu. Legði ein seyðamaður frá sær, so endaði hann starv sítt á trettandu og annar tók við. Nógvir vóru siðirnir, ið knýttu seg at trettandu. til dømis løgdu genturnar fyrr í tíðini sokkabond síni undir koddan við knúti á nøkur søgdu trimum knútum og søgdu D dagin 6. juni 1944 lupu herlið hjá teimum sameindu á nasistar í Normandínum. Í hesi sendingini fer Cecilie Nielsen til fronsku hermótini at fortelja um tær ómetaligu fyrireikingarnar, tøkniliga snildu leikirnar, blóðuga stríðið við strendurnar, tapið hjá nasistunum. Í samband við, at Tom Waits fór um tey sjeyti 7. desember 2019, spæla vit eina røð av hansara bestu sangum í ársins fyrstu Jambalaja sending. Í 2019 tók ósemja seg upp millum Fjarskiftiseftirlitið og Føroya Tele, tí Føroya Tele vildi ikki lata Fjarskiftiseftirlitinum innlit í frágreiðing, sum grannskoðarafelagið SPEKT hevði gjørt fyri Føroya Tele. Frágreiðingin er grundað á eina GATT greining hjá Fjarskiftiseftirlitinum, sum lýsti, um treytirnar, sum Føroya Tele fær frá FT samtakinum, eru øðrvísi enn treytirnar, sum kappingarneytarnir fáa. Føroya Tele stevndi Fjarskiftiseftirlitinum í málinum, tí Føroya Tele metti ikki, at Fjarskiftiseftirlitið hevði heimild til at fáa innlit í SPEKT frágreiðingina, tí talan var um eitt innanhýsisskjal. Jógvan Thomsen, stjóri í Fjarskiftiseftirlitinum, sigur við Útvarpið dag, at Fjarskiftiseftirlitið hevur kært dómin, tí málið hevur ein grundleggjandi, prinsipiellan týdning fyri eftirlitsvirksemið hjá Fjarskiftiseftirlitinum. Fyrrverandi forsætisráðharrin í Kroatia, Zoran Milanovic, vann forsetavalið í landinum í gjár. Hann bjóðaði sitandi forsetanum, Klindu Grabar, av. Kroatia tók við formansskapinum í ES 1. januar, og tað er samstundis fyrstu ferð, at landið stendur á odda fyri ES, eftir at landið fekk limaskap í samveldinum í 2013. Tað hevur eisini vð sær, at Kroatia næstu seks mánaðirnar skal fylgja við, at Bretland fer úr ES, og hvørja avtalu landið fær við sær, skrivar Ritzau. Eftirmaður myrda iranska herovastan, Qassem Soleimani, Esmail Qaani, ger longu greitt, at framferðin hjá Iran verður tann sama sum undir myrda herovastanum, og at Iran fer at hevna drápið. 62 ára gamli, Esmail Qaani, fór upp í kollveltingarherin 25 ára gamal, og hann hevði stóra virðing í krígnum ímillum Iran og Irak, sum vardi frá 1980 til 1988. Tíðindafólk skriva úr Teheran, at tey sjálvdan, ella helst ongantíð fyrr hava sæð so stórar mannamúgvir í gøtunum, sum nú myrdi herovastin verður jarðaður. Fólk rópa um hevnd, skrivar Reuters. USA hevur gjørt av at senda fleiri hermenn til Miðeystur, hóast irakiska tjóðartingið sigur seg vilja hava allar útlendskar hermenn úr landinum. Mær tørvar ikki nøkur boð frá kongressini um at leypa á Iran, ta avgerðina kann eg taka sjálvur, sigur amerikanski forsetin, Donald Trump. Verk eftir fimm tónaskøld Bach, Sravinsky, Beethoven, Mozart og Debussy, sum fingu fimm teir ovastu sessirnar á listanum hjá BBC Music Magazine yvir heimsins mætastu tónaskøld. Umhvørvis og vinnumálaráðið hevur sent lógaruppskot og uppskot um kunngerð til hoyringar um at lækka ALS gjaldið úr 1,25 prosentum niður í eitt prosent. Fíggjarstøðan hjá ALS er nú so góð, at tað ber til at standa ímóti einari búskaparligari afturgongd, og tí er ráðiligt at lækka inngjaldið, sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, í tíðindaskrivi. Skotið verður upp at hækka arbeiðsloysisstuðulin úr 75 prosentum upp í 80 prosent av útrokningargrundarlagnum, og at hækka mesta arbeiðsloysisstuðulin 1.000 krónur upp í 18.500 krónur um mánaðin. Vit hoyra Flóvin Bænadiktsson, Gøtu Dansifelag, Hanus Pálsson skipar. Stolt Signhild, Vága Dansifelag, Jóvør Joensen skipar. Ólav Riddarós, Tøkum Lætt, Turið Sigurðardóttir skipar. Herr Sinklar, skúgvoyingar kvøða, Mainhard Hentze skipar. Harpurímu, Nólsoyar Dansifelag, Tanja Poulsen og Súnanna Hansen skipa. Mallebro, Klaksvíkar Dansifelag, Frits Olsen skipar. Sigmundskvæði yngra, Norðstreymoyar Dansifelag, Steinbjørn Magnussen skipar. Nordan for Trondhjem, Martina Olsen og Elinborg Simonsen skipa. Havnargenta kvøður, Dansifelag Kaggans og Tøkum Lætt, Maria Kristiansdóttir skipar. Vind op i r , Dansiringurin við Høgadalsá, Sonja Schneider og Edith Vang skipa. Veðratáttin, Klaksvíkar Dansifelag. Syngesmeden fra Christianshavn, Nólsoyingar kvøða. Falkaríman, Nólsoyar Dansifelag, Kristian Hansen skipar. Jallgrímskvæði, Hamradun. Ole Morske, Nólsoyingar kvøða, Einar Jacobsen skipar. Hóast bæði venjari og leikarar sakna venjingardystir undan HM undankappingini í Luksemburg komandi vikuskifti, so eru vónirnar um at fáa eitt gott úrslit góðar. Orsøkin er, at bíðað verður eftir einari føroyskari antidoping lóg, sigur Jarvin Feilberg Hansen, formaður í anti dopingarnevndini. Mjølnir er tó framvegis fremst í meistaradeildini hjá kvinnum við 19 stigum. Dráttur er nummar tvey við 16 stigum, og á triðja plássi kemur KÍF við 13 stigum. Fleyr er nummar fýra við níggju stigum, SÍ er nummar fimm, við sigrinum komu tær upp á átta stig, og aftast í meistaradeildini hjá kvinnum er TB við fýra stigum. Men hóast aldur og skaðar benda á, at floytan skjótt skal leggjast á hyllina, hevur karismatiski dómarin ongar ætlanir um at gevast. Bólkurin hevði tikið burtur The fyrisetingina í bólkanavninum og stílurin á plátuni varð í høvusðheitum harð rokkur. Fanny Adams rakk eitt annaðpláss á albumlistanum í Vesturtýsklandi, og Top 30 í Bretlandi. Sigurð L. Lamhauge, stjóri á Landsverki, sigur, at almenna lønarlagið er læst fast, og hann vildi havt aðrar møguleikar fyri at verða kappingarførur. Sí innslag í Degi og Viku og samrøðuna við Jacob Vestergaard, landsstýrismann í fiskivinnumálum, og Høgna Hoydal, fyrrverandi landsstýrismann, sum vóru gestir í sjónvarpsstovuni. Kristina og Tom Andreas fara út til ein eldri mann, har pulsurin er yvir 200. Tey stúra fyri hjartastoppi. Um náttina mugu Maja og Helena hjálpa eini ungari kvinnu, sum hevur roynt at taka lívið av sær. Jens 32 hevur ætlanir um at fara við seks hundum úr Finnmørkini og heilt til Trøndelag. Hann hevur aldri verið við hundasletu fyrr og gerst skjótt greiður yvir, at Finnmørkin í februar ikki er at spæla við. Lívið sum seyðabóndi er strævið, og nú fer Kari Anne endiga í feriu. Hon fer ikki suðureftir, men til Lofoten. Har bíða ævintýrkendar upplivingar. Hvat feilar, tá tað skriðar og skriðar, og hvat kann tað vera, sum ger, at tú ikki tolir dagsljós Hvør megnar at finna flestu og rættastu sjúkuavgerðir, royndir læknar ella vanlig fólk við teldu Marie brennur fyri innrætting, og Bill er snikkarin sum altíð umvælir og endurnýggjar. Tey hava gjørt fýra hús í stand í tíggju ár. Nú flyta tey í eini dreymahús. Hetta verður eitt sindur av einum royndarári hjá familjuni. Arkitekturin Gert Wing rdh hyggur at húsunum og Pernilla Mønsson Colt fylgir familjunum. Millum tey, sum spældu við vóru Silya, Yngve Søberg, August Schieldrop og dansarar úr B rdar Swing Club. Programmleiðari er Nadia Hasnaoui. Vøksturin er 3,7 prosent, sigur Hagstovan. Vørubólkurin, sum eitur matur og alkoholfríar drykkjuvørur, vaks mest í ársfjórðinginum. Ein annar vørubólkur, sum eitur klæði og fótbúnaður, vaks eisini, hann vaks trý prosent. Í hesum bólkinum hevur miðalprísurin verið sera støðugur seinastu tíggju árini, sigur Hagstovan. Í vørubólkinum, sum eitur húsbúnaður og húsarhaldsútgerð, var umsetningurin næstan trý prosent minni í triðja ársfjórðingi í fjør enn hann var í triðja ársfjórðingi í 2018. Hetta sigur hann, eftir at upplýsingar um at ætlanir at taka seg úr Irak, eru komnir fram í einum brævi. Men amerikanski verjumálaráðharrin avsannar harvið hesar upplýsingar. Brævið við upplýsingunum um, at londini fara úr Irak, stavar frá amerikonskum keldum, sigur irakiski herurin, sambært bæði Reuters og AFP, men nú sigur amerikanski verjumálaráðharrin, at brævið er falskt. Eg veit ikki, hvat hetta er fyri eitt bræv. Vit royna at finna útav, hvaðani tað stavar, og hvat tað er fyri nakað. Men ongin avgerð er tikin um at fara úr Irak. Punktum, sigur Mark Esper við Ritzau. Mark Milley, amerikanskur herleiðslustjóri, sigur við fleiri miðlar, at talan er um eitt veruligt bræv, men at tað av misgávum varð sent. Brævið er illa skrivað, og tað gevur ábendingar um ætlanir at taka okkum aftur. Men tað er ikki tað, sum gongur fyri seg, sigur hann við millum annað Reuters og AFP. Tað stendur ikki í brævinum, nær amerikanski herurin ætlar at taka seg úr Irak. Sjeynda frystilínuskipið, Klakkur, er á veg til Føroya úr Noregi, men hevur einki fiskiloyvi fingið enn. Fiskiskapurin á Flemish Cap kann byrja 14.januar. Í fjør var kvotan 3.911 tons. 2.635 tons vóru felagskvota og 1.276 tons vórðu seld á uppboði. Skipini plaga at hava sera gott fiskarí á Flemish Cap. Hevur tú eina kenslu av, at postkassin hjá tær javnt og samt er fullur við handils og lýsingabløðum, so er tú kanska ikki heilt av leið. Ingun Vágsheyg Niclasen goymdi í fjør øll lýsingabløðini, sum komu í postkassan. Tá 2019 var av, hevði hon ein hálvan metur av lýsingabløðum, sum vigaðu 22 kilo. Tað eru, sambært Posta, 17.500 húski, sum fáa lýsingabløð í Føroyum. Sostatt fingu føroyingar tilsamans 8,75 kilometrar av lýsingabløðum, ið tilsamans vigaðu 385.000 kilo, í fjør. Vórðu øll handils og lýsingabløðini, sum føroysku húskini fingu í fjør, løgd saman í ein dunga, svarar hetta umleið til vegastrekkið, sum er úr Miðvági til Sørvágs. FNU Føroya Náttúru og Umhvørvisfelag heldur, skipanin við lýsingabløðum skuldi verið broytt, so øll húski ikki fingu handils og lýsingabløð í postkassan uttan at verða spurd. Felagið vil hava eina øvuta skipan, har húski, sum hvørja viku vilja hava handils og lýsingabløð í postkassan, sjálvi skulu siga frá, at tey vilja hava bløðini. Hoyr eisini samrøðuna við Brand í Funningsstovu, frá FNU Føroya Náttúru og Umhvørvisfelag, sum var gestur hjá Góðan morgun Føroyum, niðan fyri her. Í fyrstu sending fara vit inn á Strendur og tosa við Katrina Petersen, sum misti mann sín Jan Højgaard, ið hevði hervuligu nervasjúkuna ALS. Í hesu sending fara vit suður til Vágs at hitta vit Fridu Solbjerg Augustinussen, sum eigur sonin Jonhard, ið fekk ein svull í høvdið tá hann var trý. Í hesi sending hugleiðir Eyð um sjálva súkkluferðina til Paris. Vit eru við til fráferðina uttan fyri Rynkeby í Klaksvík, hoyra um hvussu hon stríðist, er um at geva upp, men allíkavæl fær nýggja styrki og súkklar allan vegin til Paris. Maria Heradóttir, sum hevur undirvíst í enskum og týskum á miðnámi, hevur tikið stig til at varðveita týskt sum upptøkukrav til nakrar breytir á miðnámi. Tórshavnar havn hevur ikki enn frætt frá Betri trygging, um hon tekur við, nú neyðugt er at skifta nógvar akkersboltar í nýggju havnini. Áheitanin kemur, eftir at føroysk kvinna goymdi sær øll lýsingabløðini, sum komu í postkassan í 2019. Tilsamans bleiv tað til 22 kilo av handils og lýsingabløðum í fjør. Tað er spurningurin, sum Ingilín D. Strøm, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, og Joel undir Leitinum, stjóri á Posta, fara at kjakast um í Degi og Viku í kvøld. Spurningurin er reistur, eftir at FNU hevur víst eina mynd á Facebook av lýsingabløðum, sum eitt húski í Klaksvík savnaði saman fjør. FNU heldur, at at fólk eiga at boða frá, um tey vilja hava tilboðsbløð í postkassan, og ikki sum nú, at tú skalt boða frá, um tú ikki vil hava tilboðsbløð. Sámal Petur ynskti at hoyra børn í Funningi kvøða brot úr Spanialand og Myklegaard og Tróndarkvæði. Karin Højsted Brattaberg skipar Spanialand og Sámal og Rannvá Hansen skipa Tróndarkvæði. Harafturat hoyra vit Brúsajøkil, Dansifelagið í Havn, Niels á Velbastað skipar. Havbor konge og Sivard konge, Dansifelagið í Havn, Martin Tórgarð skipar. Grettiskvæði, Norðstreymoyar Dansifelag, Dávur Emil Samuelsen skipar. Virljorn Kornus, Norðstreymoyar Dansifelag, Maria Kristiansdóttir skipar. Gongurólvskvæði, Dansifelagið í Havn, Jens Jacobsen skipar. Gøtuskeggjar, Eysturoyar Dansifelag, Andrass Hansen skipar. Og at enda hoyra vit Kong Hans, Eysturoyar Dansifelag, Jóan Karl Danielsen. Noreg útflutti 2,7 milliónir tons av fiskavørum í fjør fyri 107,3 milliardir norskar krónur, og tað var samstundis fyrstu ferð, at landið útflutti fyri meir enn 100 milliardir krónur Av øðrum fiskasløgum var toskur størsti parturin, 181.000 tons fyri 10,1 milliardir krónur. Nøgdin av toski minkaði, men prísurin setti met. Iranski uttanríkisráðharrin, Mohammad Javad Zarif, ætlaði sær at halda røðu í ST, men tað sleppur hann ikki, tí USA hevur noktað honum innferðarloyvi. Sambært eini avtalu í ST frá 1947, skal USA sum heild loyva diplomatum úr øðrum londum at koma á fund í ST, tí ST hevur høvuðssæti í New York. Amerikanska stjórnin hevur víst á, at undantøk eru, millum annað tá talan er um trygd, yvirgang ella uttanríkispolitisk viðurskifti. Meir vil amerikanska uttanríkisráðið ikki siga. Iranska ST sendinevndin sigur seg hava hoyrt um avgerðina í miðlunum, men sigur seg ikki hava fingið nakra almenna fráboðan um amerikansku avgerðina. Stýrisformaðurin í hagapørtunum í Mykinesi greiðir frá, at teir brúka sama leist sum eigararnir í hagapørtunum við Trælanípuna at føroyingar sleppa ókeypis, men ferðafólk skulu gjalda. Henda skipanin krevur størri umsiting, men eigararnir av hagapørtunum halda, at tað er týdningarmikið, at føroyingar sleppa at ganga ókeypis í egnum landi. Teir fýra hagapartarnir hava í felag stuðla keypi av samskiftisútgerð og altartalvu til kirkjuna í Mykinesi, sum kendi listamálarin, Mikines, hevur málað. Stjórnarleiðararnir í londunum í ríkisfelagsskapinum eiga at hittast oftari, nú stórveldini vísa Danmark, Føroyum og Grønlandi so stóran áhuga. Tað sigur Bárður á Steig NIelsen, løgmaður, eftir fundin við Mette Frederiksen, forsætisráðharra, og Kim Kielsen, landsstýrisformann, í Keypmannahavn í dag. Sjúkrabilur, sløkkilið, froskmenn, politi og ein stórur arbeiðskrani vórðu skjótt send á staðið, men umstøðurnar gjørdu, at tað var trupult at bjarga føraranum, tí at talan er um ein dumpara, ið vigar 35 tons. 50 lívsreglur um eitt toluligt lív. Tað er høvuðstátturin í leikinum Kynstrið at vera eydnusamur , sum setir sjøtul á leikárið 2020 á Tjóðpallinum. Leikararnir Annfinnur Heinesen, sum eisini leikstjórnar, Gunnvá Zachariassen og Birita Adela Davidsen greiða frá leikinum og seta orð á, hvat eydna kann vera. Landsstýrið hevur býtt yvir 20.000 tons av makreli millum rættindahavarar í heimaflotanum tað merkir at landskassin ikki fær tilfeingisgjald fyri veidda fiskin, hóast at tað eru uppsjóvarskip, sum fiska hann. Varðin í Gøtu, Annfinn Olsen og Hanus Hansen hava fingið tilsamans 76 prosent av tí, sum var býtt millum línuskipini. Hetta var annars fyri at javna út millum skipabólkarnar, sigur Landsstýrismaðurin í Fiskivinnumálum. Málið og ein av teimum deyðu, var Qassam Soleimani. Drápið hevur elvt til ruðulleika, tí fleiri fólk eru kroyst til deyðis í stóru mannamúgvunum á gøtunum. Nýggjasta kunningin frá iransku myndugleikunum sigur, at talið av fólkið sum hava latið lív er komið upp á 50. Amerikanski herurin tykist í gjárkvøldið at taka seg aftur í verjustøðu, og NATO aðalskrivarin segði eftir bráfund við limalondini, at konfliktin má minkast. Eftir stendur, at spenta støðan í Miðeystrið, nú er vorðin uppaftur spentari, ímeðan bíðað verður eftir aftursvarinum hjá Iran. Í alt 20.609 tons av makreli vórðu við kunngerð frá 30. desember latin loyvishavarum í heimaflotanum feløgum, sum eiga partrolarar, trolbátar og útróðarbátar. Hetta eru eigarar, sum sambært lógini um veiðigjald eru undantiknir at rinda tilfeingisgjald. Sostatt er talan um yvir 20.000 tons, sum landið hevði fingið tilfeingisgjald fyri, um tað var latið til uppsjóvarskipini. Sostatt hava feløg hjá Varðanum, Hanusi Hansen og Annfinni Olsen fingið 76 prosent av makrelinum, sum samgongan hevur latið línuskipunum Bárður Enni, stjóri á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, ásannar, at tey fylgja ikki kunngerðini, sum landsstýrismaðurin hevur ásett, tí nakrir spurningar eru eftir at loysa, áðrenn tilfarið verður lagt á heimasíðuna. Allar Bygdaleiðir hava avlýst koyringina í dag, og allar Oyggjaleiðirnar eru eisini avlýstar fyribils. Smyril siglir væntandi fyrsta túrin klokkan 11 30, og Teistin klokkan 18 35. Fleiri fólkaskúlar hava eisini avlýst alla skúlagongdina í dag, og dagstovnarnir í Sundalagnum og á Velbastað hava eisini boðað frá, at teir eru stongdir í dag. Heldur ikki býarbussarnir í Klaksvík koyra fyribils í dag, upplýsir Klaksvíkar kommuna. Hesir skúlar hava, tað sum útvarpið veit um, stongd í dag vegna veður Fuglafjarðar skúli, Tofta skúli, Skúlin í Eysturkommunu, Runavíkar kommunuskúli, skúlarnir í Hósvík, Hvalvík og við Streymin, Tvøroyrar skúli og Vágs skúli. Miðnámsskúlin í Suðuroy er eisini stongdur. Politiið hevur fingið sjey fráboðanir um skaðar í illveðrinum í gjárkvøldið og í nátt, tríggjar fyri midnátt og fýra eftir midnátt. Tað eru 6,8 prosent meira enn í 2018, upplýsir Hagstovan. Vøksturin í lønunum hevur verið støðugur síðani 2013, tá góðar sjey milliardir krónur vórðu goldnar í lønum. 63,7 prosent av lønargjaldingunum í fjør vóru í almennum og privatum tænastuvinnum, 20,1 prosent í fiskivinnu og aðrari tilfeingisvinnu og 16,2 prosent í byggivinnu og aðrari tilvirking. Eitt flogfar hjá ukrainska flogfelagnum, Ukraina International Airlines, datt tíðliga í morgun niður, stutt eftir at tað var farið úr altjóða floghavnini í Teheran í Iran, skrivar Associated Press. Myndugleikarnir í Ukraina upplýsa, at 176 fólk vóru við flogfarinum, og at øll lótu lív. Myndugleikarnir í Iran siga, at flogfarið hevði tekninskar trupulleikar, tí tað fór ein tíma seinni avstað, enn ætlanin var. Stutt eftir at flogfarið var dottið niður, góvu amerikansku myndugleikarnir øllum ikki hernaðarligum flogførum forboð fyri at flúgva yvir iranskum og irakiskum øki, og tey skulu heldur ikki flúgva yvir Omanvíkini og yvir Persaraflógvanum. Tað verður kannað, um iransku rakettirnar, sum vórðu sendar inn yvir Irak í nátt og í morgun, kunnu vera orsøkin til at flogfarið datt niður, men tí er ikki greiða fingin á enn. Lýst er eisini í útlendskum miðlum eftir stjóra til Tjóðpallin, og umframt úr Føroyum eru umsóknir úr Danmark, Íslandi og Finnlandi. Starvið er áramálssett í fimm ár, og lønt sambært 37. lønarflokki í sáttmála millum Tænastumannafelagið og Fíggjarmálaráðið, tó uttan at vera tænastumannastarv. Í lýsingini stendur, at starvið verður sett frá 1. februar, og miðað verður eftir tí, sigur forkvinnan í Leiklistaráðnum, Ingibjørg Berg. Lógaruppskotið er eisini um matchfixing. Tað er, tá fólk fáa lyfti um fíggjarligan fyrimun afturfyri at virka fyri einum ávísum úrsliti. Dátueftirlitið hevur boðað ÍSF frá, at lógarheimild skal til at viðgera tær persónsupplýsingar, sum koma burtur úr dopingroyndum í Føroyum. Har stendur orðarætt, at fráverudagar orsakað av ringum veðri verða bara roknaðir sum goldin frávera, um alt alment ferðasamband er slitið orsakað av veðrinum. Halda fólk veðrið vera ov ringt at fara millum bygdir við bili, gevur tað ikki rætt til at vera heima við løn, um almenna ferðasambandið annars ikki er slitið. Ein ósjónligur múrur er í politisku skipanini, sum ger, at andstøðan hevur onga ávirkan. Eru vit á veg til eina skipan við blokkpolitikki ella breiðum semjum Eisini verður kjak millum Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmann, og Tórbjørn Jacobsen, fyrrverandi løgtings og landsstýrismann, um fyrimunir og vansar við blokkpolitikki. Málið um Huawei setti Føroyar á heimskortið. Løgmaður hevur verið á fundi í Keypmannahavn, har hann harmast Huawei málið. Breddin spyr, hvussu málið hevur ávirkað viðurskiftini millum Føroyar og Danmark. Maðurin, sum politiið skeyt í Miðvági 9.desember í fjør, tí hann skeyt ein politist í høvdið við høglbyrsu, er varðhaldsfongslaður í 27 dagar aftrat. Trý skot raktu mannin, tá politiið skeyt eftir honum, og sambært Ekstra blaðnum varð hann raktur tvær ferðir í bringuna og eina ferð í vinstra lær. Herfyri setti viðurkenda bretska tíðarritið NME Joe og The Shitboys á ein lista yvir teir 100 nýggju bólkarnar, ið væntandi fara at gera um seg í 2020 og komandi árini. Finnur Koba hevur boðið við tveir av limunum í bólkinum sangaran Fríða Djurhuus og gittarleikaran Sigmund Zachariassen til eitt prát. Eitt prát um gjøgnumbrotið í fjør, um ætlanirnar í ár og um veganskan mat. Tíðirnar eru góðar, og tað er arbeiði til mest sum allar hendur. Tað merkist í ALS. Eginognin hjá ALS fyri 2019 var góðar 900 milliónir krónur. Tað er orsøkin til at ALS gjaldið eftir ætlan fer at lækka úr 1,25 prosentum niður í 1 prosent. Hoyr Eyðfinn Jacobsen, stýrisformann í ALS, greiða frá. Nú er greitt, at Jóhan á Plógv Hansen verður við, tá danska hondbóltslandsliðið spælir fyrsta dystin í EM endaspælinum móti Íslandi. Lasse Svan vandi ikki við danska landsliðnum í Frederiksberg fyrrapartin í dag. Hann veit heldur ikki at siga, nær hann verður tøkur aftur, men hann er bjartskygdur, tí skaðin í legginum ikki er so álvarsamur, og tað gongur somuleiðis rætta vegin við økslini, skrivar TV2.dk. Men nú greitt er, at Lasse Svan ikki verður tøkur til fyrsta dystin, hevur landsliðsvenjarin boðað frá, at Jóhan á Plógv Hansen verður við. Í Snipp snapp eru teknifilmar, ið eru ætlaðir smáum børnum. Hesaferð eru teknirøðirnar Sára og Dunna, Elias og L fyri lomb. Snipp snapp er hvørt mikukvøld, og hóskvøld og leygarkvøld og sunnumorgnar. Tummas í Garði hevur drúgvar royndir sum yvirlækni umframt leiðsluroyndir. Hann var læknastjóri á Landssjúkrahúsinum frá 2005 til 2013. Ber til at vera lukkuligur fyri tað mesta ella er eydnan bara onkur góð løta Í dag tosa vit við Tóra við Keldu og Magnus Juel Petersen um, hvat tey halda vera eydnan, og nær tey eru eydnusom. Og hvat siga heimspekingar um eydnusemi. Tað tosa vit við Pætur Dahl, heimspeking, um. Í sendingini er tónleikur við Leonard Cohen, David Bowie, Beyonce, Rihannu, Arcade Fire, The Black Keys, Kendrick Lamar og mongum øðrum. Vígdis Hentze Bjørck er tilnevnd til eina Guldbaggen fyri besta kvinnuliga høvuðsleiklut fyri hennara avrik í filminum F gelf ngarens son . Bárður á Steig Nielsen, løgmaður kendi seg í gjár noyddan at nevna Huawei, tá hann var á fundi við Mette Fredriksen forsætisráðharra og grønlendska landstýrisformannin, Kim Kielsen. Løgmaður er seinnapartin komin aftur úr Danmark, har hann hevur verið á fundi við danska forsætisráðharran og Grønlndska landstýrisformannin. Stóri áhugin fyri Grønlandi og Føroyum hernaðarliga setur ríkisfelagsskapin undir trýst, og tað krevur at leiðararnir í ríkisfelagsskapinum hittast oftari, sigur løgmaður. Seinastu tríggjar samgongurnar hava antin verið ein høgra ella vinstravend samgonga. Sostatt kann tykjast, at vit í Føroyum hava fingið politiskar blokkar. Og longu fyri 10 árum síðan eftirlýsti Jóannes Eidesgaard, táverandi formaður fyri Javnaðarflokkin, blokkpolitikk, tí hann metti, at tað var ein fyrimunur fyri veljaran, at hann veit hvat hann fær. Tað kjakast Tórbjørn Jacobsen og Jóannes Eidesgaard um. Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, var í gjár á fundi við Mette Frederiksen, forsætisráðharra, og Kim Kielsen, landsstýrisformanni, har viðurskifti í Ríkisfelagsskapinum vórðu viðgjørd. Á fundinum kendi hann seg millum annað noyddan at nevna Huawei. Stóri áhugin fyri Grønlandi og Føroyum hernaðarliga setur eisini Ríkisfelagsskapin undir trýst, og tað krevur at leiðararnir í Ríkisfelagsskapinum hittast oftari, sigur løgmaður Bogi Hansen, havfrøðingur og veðurlagsgranskari, greiddi frá, hvussu hetta er ein partur av veðurlagsbroytingunum og hvussu vit øll kunnu gera okkara til at minka um hesar broytingar. Í summar hevði filmsummarskúlin Nóllywood 10 ár á baki, hvørt summar síðani 2010 hevur filmskúlin Nóllywood verið hildin. Nóllywood er ein filmskúli fyri ung í aldrinum 14 18 ár, sum framleiða smáar filmsverkætlanir í 10 dagar. Í fyrru sending fara vit at líta aftur á ferðina hjá Nóllywood frá 2010 til 2018. Hyggjarin fær innlit í, hvat Nóllywood er og hvørjir filmar eru framleiddir hesi árini. Harumframt vísa vit teir fýra filmarnar, ið eru komnir gjøgnum nálarreygað til filmskvøldið Geytin. Í summar hevði filmsummarskúlin Nóllywood 10 ár á baki, hvørt summar síðani 2010 hevur filmskúlin Nóllywood verið hildin. Nóllywood er ein filmskúli fyri ung í aldrinum 14 18 ár, sum í gjøgnum 10 dagar framleiða smáar filmsverkætlanir. Í seinnu sending fara vit at líta aftur á summarið 2019, tá Nóllywood varð hildið fyri 10. ferð. Vit fara at hyggja at teimum fýra filmunum, ið luttakarnir framleiddu. Hesir vóru ávíkavist ein animatiónsfilmur, ein heimildarfilmur, ein fiktiónsfilmur og ein Behind the Scenes av Nóllywood. Felagið hjá teimum, sum eru í íslendsku fiskivinnuni, og havrannsóknarstovnurin høvdu fund í gjár. Har varð samtykt, at tvey uppsjóvarskip og havrannsóknarskipið Árni Friðriksson fara at leita mánadagin. Leitingin hjá uppsjóvarskipunum kostar góðar 3,2 milliónir krónur í okkara pengum. Havrannsóknarstovnurin rindar helvtini av teimum, skrivar Morgunblaðið. Seinast, leitað varð eftir lodnu, var í oktober í fjør. Tá var eingin lodna at síggja. Í fjør varð eingin lodna fiskað í Íslandi, tí eingin lodna var at fáa. Hetta var fyrstu ferð í hálva øld, at tað hendi. Hóast okkurt skip leitaði í 75 dagar í fjør, var eingin lodna at finna. Mett verður, at íslendski statskassin misti okkurt um 250 milliónir krónur í fjør, tí eingin lodna var. Tvær rakettir raktu í gjárkvøldið sonevnda grøna økið í Bagdad í Irak, upplýsir irakiski herurin. Grøna økið í Bagdad er væl vart, tí har liggja sendistovur hjá ymsum londum, millum annað tann amerikanska. Sambært irakiska herinum, fekk eingin mein av rakettunum. Løgreglan upplýsir, at onnur rakettin rakti bara 100 metrar frá amerikansku sendistovuni. Rakettirnar raktu Bagdad, minni enn eitt samdøgur eftir, at iranskar rakettir vórðu skotnar ímóti tveimum herstøðum í Irak, sum útlendskir hermenn halda til í. Eftir hendingina boðaði danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, frá, at 100 av donsku hermonnunum í Irak, verða fluttir til Kuwait, meðan 30 til 40 verða verandi í Irak. Teirra uppgáva er at venja irakiskar hermenn, men nú støðan er ótrygg, er tann venjingin steðgað, skrivar Ritzau. Onnur lond hava eisini boðað frá, at teirra herfólk verða flutt úr Irak, tað hava millum annað Spania og Týskland boðað frá. Tíðliga í morgun, fór australski herurin undir at flyta fólk av kendu frítíðaroynni, Kangaroo Island, eftir at sløkkiliðsfólk søgdu seg hava mist tamarhaldið á einum stórum skógareldi, miðskeiðis á oynni. Tað er nú heitari aftur í Australia, og tí eru fleiri skógareldar kyknaðir aftur av álvara. Herfólk gingu frá húsi til hús í býnum, Parndana, miðskeiðis á oynni, og vaktu fólk Fólkini fingu fimm minnuttir at fara úr húsunum. Orsøkin er, at ein stórur eldur, sum tamarhald ikki er á, nærkast býnum. BBC skrivar, at eldarnir á oynni hava havt við sær, at minst 25.000 koalabjørnir eru deyðar. Í landspartinum, Victoria, eru nógv fólk við strendurnar, tí tey kunnu ikki vera við hús, og tann støðan er longd í 48 tímar, skriva australskir miðlar. Victoria landsparturin er sera hart raktur av skógareldunum, og forsætisráðharrin í landspartinum, Daniel Andrews, sigur, at støðan nú aftur versnar. Hann sigur, at støðan kann gerast sera hættislig í morgin, tí tá fer hitin upp um aftur 40 stig. Australski verðurstovnurin upplýsir, at 2019 var heitasta og turrasta árið í Australia nakrantíð. Evnini snúgva seg um millum annað um, at fótbóltur og onnur líknandi bóltspøl stimbra kropsjavnvág, sosialan trivnað og kognitivar førleika. Nakrir av fremstu granskarum, sum umboða fleiri heimspartar, fara at halda fyrilestrar um evnið. Umframt fyrilestrar verða eisini skeið hildin, sum snúgva seg um tiltøk, sum eru klár at seta í verk. Í uppskotinum um lógina, sum er til hoyringar í løtuni, stendur, at revsivert er at mutra tey, sum á onkran hátt eru við í ítróttakapping. Lógin fer at umfata landskappingar, altjóða kappingar, kappingar, har føroysk landslið eru við, og kappingar, sum geva atgongd til Oyggjaleikirnar ella Olympisku leikirnar. Hinvegin fer ásetingin ikki at umfata skúlakappingar, firmakappingar og kappingar í barna og ungdómsdeildunum fyri tey, sum ikki eru nóg gomul til at vera við í vaksnamannakappingunum. Hon vísir á, at føroyskur tónleikur í dag er á høgum stigi, men viðhvørt tykist tað sum, at tekstirnir í sangunum ikki eru eins væl frágingnir. Erla Berghamar heitir tí á tey, ið gera sangir og fáast við útgávur, at hava líka stóra virðing fyri tekstinum sum fyri tónleikinum og øllum øðrum við útgávuni. Eingin grund er til at bera ótta fyri, at teksturin ikki er at kenna, tá ið tú fært hann aftur, og verður til okkurt sokallað øgiliga føroyskt, sum ikki riggar til. Oljuprísurin lækkaði munandi í gjárkvøldið, eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump, helt røðu um spentu støðuna millum USA og Iran. Oljuprísurin er nú komin niður aftur í umleið 65 dollarar fyri tunnuna, sum prísurin var, áðrenn USA fríggjadagin gjørdi av við iranska herosvastan, Suleiman. Tá er talan um olju úr Norðsjónum. Um vikuskiftið og fyrst í hesi vikuni hækkaði prísurin, og eitt skifti var prísurin á olju úr Norðsjónum oman fyri 70 dollarar fyri tunnuna. Spurningur verður umrøddur í grein í Skúlablaðnum, sum nevndarlimur og skrivari í Føroya Lærafelag, Carl Eli Noløe Samuelsen, hevur skrivað. Hann vísir á, at tað er nógv meira týdningarmikið at arbeiða við at fáa børnini at hava eitt gott arbeiðslag, samstarvshegni og sum heild vísa góðan atburð. Tá hesar dygdir eru veruligar, so fara støðumetini ivaleyst at fylgja við. Um ikki í fólkaskúlanum, so seinni á lívsleiðini, sigur lærarin. Carl Eli Nolsøe Samuelsen leggur aftrat, at hann mangan hevur hitt fyrrverandi næmingar, sum siga seg fáa nógv betri støðumet á miðnámi enn í fólkaskúlanum. Teistin slapp ikki úr havnini í Skopun í morgun, tí har var ov nógv brim, men nú skuldu viðurskiftini verið í lagi aftur, sigur ferðslusamskiparin hjá Strandferðsluni, Tóki Hartmann Niclasen. Ulrik er ein fantastiskur breakdansari, og tá hann bæði dansar og strippar, gevur tað honum eina góða kenslu, ein spenning uttan líka. Tí strippar hann framvegis 9. árið, hóast tað ikki er lætt at sameina við lívið sum familjumaður og tað, at hava fulltíðarstarv. Orðið at ynskja er farið púra av lagi, heldur Elin Henriksen, málkøn, sum ynskir sær, at tey, sum brúka hetta orðið til líkt og ólíkt, tóku sær um reiggj og bara fóru at brúka tað, tá ið talan veruliga er um at ynskja. Elin Henriksen sigur, at tá tú ynskir okkurt, snýr tað seg í stóran mun um kenslur. Tú hugsar um okkurt, sum hevði verið gott okkurt sum kann gleða teg og onnur og so ynskir tú, at tað verður so. Tú kanst ynskja tær nýggjan bil, ella gott veður á ólavsøku ella frið í heiminum. Men tað, sum tú fert at gera, vilt hava ella ætlar, tað er einki ynski. Hann kann heldur royna at fara til verka og vísa sín vilja til at fremja sítt mál. Politikarin vil hava, at Føroyar fáa hesa nýggju skipan. Tað snýr seg um, hvørt fólk vilja hava lýsingabløð ella ikki vilja hava tey. Eg fái meg veruliga ikki at trúgva, at nakað menniskja gongur við einum YNSKI um at fáa lýsingabløð í postkassan, bíðar við spenningi eftir postboðnum hvønn mikudag, skundar sær út í postkassan og setir seg at gleðast um hesa frálíku gávu. Tú kanst hava eitt inniligt ynski um at nærkast tínum máli og hetta ynskið kann verða sett í verk sum ætlan, ella tú fert í gongd. Ikki hugsa um danskt, tí har eru tey enn herviligari at ynskja, tá ið tey meina at vilja, fara ella ætla, leggur Elin Henriksen dent á. Umframt ynskja eru máltíðirnar, og hvussu tær eita á skránni, eins og sagnorð, sum antin stýra hvønn og hvørjumfalli. Sagnorðini hesa ferð snúgva seg um tað at siga frá. Tað er soleiðis, at tey flestu sagnorðini, sum snúgva seg um at siga frá, taka hvørjumfall. Men so eru nøkur, ið bert taka hvønnfall. Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur sett ein arbeiðsbólk, ið skal koma við uppskoti um, hvussu ferðavinnan kann skipast. Sostatt fara ferðaskrivstovur, bøndur og onnur í ferðavinnuni gjøgnum eina vertíð aftrat, við ógreiðum viðurskiftum og ymiskum lokalum loysnum. Fía ynskti at hoyra Brynhildartátt brot úr sjónvarpsupptøku við Dansifelagnum í Havn, Hákun Jacobsen skipar. Huldugentuna, gentur úr Sumba, Betty Djurhuus Poulsen skipar. Bøhmerlandsdrotningina, Dansifelagið í Havn, Katrin Sørensen skipar. Silvurlín, Dansifelag Kaggans, Marjun Berg skipar. Kópakvæðið, Dansifelagið í Havn, Brynolf Lamhauge skipar, Fípuna Føgru, Dansifelagið í Havn, Niels á Velbastað skipar. Og Guðbrandskvæðið brot, er á plátu , sumbingar kvøða, skiparin er ikki skrásettur. Trýstið á Mykines farleiðina veksur støðugt, og Strandferðslan hevur tí gjørt av at hækka ferðaseðilin úr 60 upp í 100 krónur hvønn vegin. Nýggur gestur í Meg minnist verður Disa Christiansen í Nólsoy, ið er ættað av Skála. Hon býr í Krákumørkini. Har hittur hon mong útlendsk ferðafólk úr øllum ættum. Disa vaks upp á Skála, haðani bæði foreldrini vóru. Mamman var Elsa Sofía fødd Poulsen úr Trøðni á Ytra Skála. Disa er kallað upp eftir mammubeiggjanum Petur Christiani, sum gekk burtur undir krígnum. Pápin æt Óla Jákup Christiansen. Hann var av Barkhelluni á Skála, har pápi hansara byrjaði bakarí. Óla Jákup lærdi maskinsmíð, sigldi stundum, arbeiddi eisini á Skálaskipasmiðju og eini 20 ár hjá Nordafar í Grønlandi. Tað gongur spakuliga við plastinnsavningini, hóast høvini eru full av plasti. Finnland er eftirbátur á hesum økinum. Redaktørur Axel Rappe. Flogferðslumyndugleikarnir í Iran siga, at stutt eftir at flogfarið var farið á flog, ætlaði flogskiparin at venda aftur, tí hann staðfesti onkrar trupulleikar við flogfarinum. Myndugleikarnir siga eisini, at flogfarið sendi einki neyðarkallið, áðrenn roynt varð a venda aftur til Khomeini floghavnina í Tehran. Jarvin F. Hansen, formaður í antidopingnevdini hjá ÍSF, fegnast um, at lóg nú kemur í Føroyum, sum skal basa mutri matchfixing í ítrótti. Eydnan, og tað at liva lukkuliga, hevur verið evnið í Nón alla hesa vikuna, og í dag vóru tað teologurin og tónleikarin, ið komu til orðanna. Theodor Eli Dam Olsen prestur tosaði um eydnuna út frá einum andaligum sjónarhorni. Og vit spurdu Sunleif Rasmussen, tónasmið, um tónleikur kann geva eina kenslu av sælu ella sorg. Tríggir lokalir popparar hittast var heitið á almennum tiltaki í Skótahúsinum í Runavík í mentanarvikuni tann 22. apríl, 2019 Tríggir lokalir synir Óli Poulsen, Hans Poulsen og Niclas Johannesen, allir úrmælingar innan tónleikaframleiðslu hittust í Skótahúsinum í Runavík, fyri at práta og hugleiða um hetta at framleiðatónleik. Hvør framleiðari hevði valt sangir hjá hinum, ið vórðu spældir og viðgjørdir frammanfyri einari vælupplagdari áhoyrarafjøld, sum eisini slapp framat vi spurningum til teir tríggjar tónleikaframleiðararnar. Eyðfinn Jensen hevur lagt sendingina til rættis. Magnus Helgason Matras, sum er stjóri í MM Tours, sigur, at tey áttu at verið kunnað um príshækkingina í góðari tíð, so fyritøkan kundi havt fyrireikað seg til tað. Ferðavinnan hevur staðið í vøkstri í fleiri ár, men føroyska samfelagið hevur ikki megnað at lofta øllum teimum avbjóðingum, sum eru komnar av økta ferðafólkatalinum. Og vit skulu ikki vænta broytingar í hvussu ferðavinnan er skipað í ár í øllum førum. Arbeiðsólkurin er nevnilign ikki liðugur við uppskoti og væntar Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, at uppskotið ikki verður lagt fyri tingi fyrr enn á ólavsøku. Tí standa vit á gáttini til ferðafólkaháárstíðina uttan nakran leist, samstundis sum hotelkapasiteturin í landinum verður tvífaldaður. Seinastu 36 árini hevur Tórshavnar kommuna noktað borgarum, ið eiga fastogn, at skriva seg upp til kommunal grundstykkir. Undantakið hevur verið borgarar, ið eiga ella leiga eina íbúð. Nú hevur Løgtingsins Umboðsmaður tó staðfest, at hendan kunngerðin er at gera mismun á borgarum. Orsøkin er at bústaðarmarknaðurin seinastu árini er broyttur og íbúðir í dag kunnu metast við sambygd hús. Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, er ikki samd við Løgtingsins Umboðsmanni og sigur, at tað er ivasamt, um kommunan fer at beina fyri hesum mismuni. Bóndirnir kunnu í dag steingja allan hagan av, hava teir hug til tað. Og so er einki hjá ferðavinnuni at koma til. Tí mugu broytingar gerast við lóg, sigur Jóhan Pauli Helgason, leiðari av menningardeildini hjá Visit Faroe Islands. Menningardeildin hevur latið Vinnumálaráðnum sítt uppskot til, hvussu ferðavinnan kann skipast, og Vinnumálaráðið er nú fari undir at fyrireika lógararbeiðið. Í álitinum stendir millum annað, at Vit hava 477 hagar í Føroyum. 477 eindir, sum hvør í sínum lagi kunnu gera av at steingja hagan, eisini fyri føroyingum. Teir kunnu krevja pening frá øllum, teir kunnu seta krav um ferðaleiðarar og teir kunnu lata vera við at gera nakað. Og vit síggja nú sjón fyri søgn, at hesar heimildir verða dúgliga nýttar í ymsum útgávum uttan at nakar myndugleiki hevur nakað at siga. At skipa ferðavinnuna við støði í galdandi skipan merkir, at avtalur skulu gerast um ferðslu, gjald, avmarkingar og íløgur við 477 hagar. Og avtalan skal gerast út frá einum grundarlagi, har annar parturin hevur allan ræðisrættin at seta treytirnar fyri virksemið. Summir jarðareigarar síggja møguleikarnar í ferðavinnuni, aðrir vilja als ikki fáast við ferðavinnu ella ferðafólk. Tí er eisini ógviliga ymiskt, hvussu lætt tað er at koma fram á eina semju, sum bæði ferðavinnan og festarin kunnu liva við. Men at vænta, at vit fara at fáa eina væl skipaða ferðavinnu fyri alt landið, tá ið hetta er útgangsstøðið, tað er ikki realistiskt. Landsstýrismaðurin í vinnumálum Helgi Abhramsen skal nú gera eitt upskot til lóg, men tað kemur ikki fyri tingið fyrr enn á ólavsøku. Tí skulu vit undir eitt summar aftrat uttan skipaði viðurskifti á ferðavinnuøkinum hetta er ikki gott fyri Føroyar, sum ferðafólkaland, heldur Oda Andreassen, vinnurekandi, og tað er ikki gott fyri fólk, sum hava hug at ganga í haganum, tí tey uppliva at vera stongd úti, sigur Rúna Hjelm, forkvinna í hagafelagnum. Tilgongdin at finna eina semju við bóndirnir um, hvussu ferðavinnan skal skipast hevur verið drúgv og tað er tí, at grundleggjandi rættindi sum atgongd til haga og ognarrættur, sum eru uppá spæl, sigur Jóhan Pauli Helgason Felagið Jarðir, sum er eitt felag stovnað av Bóndafelagnum og Óðalsfelagnum hava í kvøld hildi fund, har avgerð skal takast, um bóndirnir skulu gera sína egnu skipan. Hoyr kjak millum Helga Abrahamsen, landsstýrismann í Vinnumálum, Rúnu Hjelm, forkvinnu í Hagafelagnum og Odu Andreassen, sjálvtstøðugt vinnurekandi innan ferðavinnu í Breddanum Klakkur, sum brøðurnir Liggjas og Bethuel Johannesen í Klaksvík saman við øðrum hava keypt úr Noregi, er eitt frambrot í línuvinnuni. Flogfarið varð skotið niður stutt eftir, at tað var farið úr iranska høvuðsstaðnum, Teheran, við kós móti Kanada, við millumlending í ukrainska høvuðsstaðnum Kiev. Vit hava fregnartænastuupplýsingar, sum benda á, at flogfarið varð rakt av einum iranskum jørð til luft missili. Vit vita tó ikki, um málið var at raka flogfarið, segði Justin Trudeau. Millum tey ferðandi umborð vóru eisini 82 fólk úr Iran umframt 63 úr Kanada, 11 úr Ukraina, 10 úr Svøríki, fýra úr Afghanistan, trý úr Bretlandi og trý fólk úr Týsklandi. Eldur var í flogfarinum, meðan tað fleyg víðari í nakrar minuttir í eini roynd at venda aftur til i floghavnin, haðani tað kom. Løtu seinni sprongdist tað og datt niður. Í Nesvík er fólkatalið minkað 100 prosent, har býr eingin nú, í Saksun er fólkatalið minkað 69 prosent hesi 15 árini, við Gjógv 46 prosent, í Haldarsvík 34 prosent og tað er minkað 32 prosent í Tjørnuvík. Kappingin er eitt undanumfar til undankappingina til HM endaspælið í manshondbólti um eitt ár. Føroyar eru í bólki saman við Litava, Slovakia og Luksemburg, sum eisini er vertur fyri kappingini. Vinnarin av kappingini skal spæla play off dystir um at sleppa í sjálva undankappingina til endaspælið. Vegurin til HM er sostatt langur, og hann byrjar við dystunum hetta vikuskiftið. Føroyar leggja fyri móti Litava í dag klokkan 16, og spæla síðan móti Slovakia í morgin leygardagin klokkan 14. Seinasti dysturin er sunnudagin klokkan 16.30 móti Luksemburg. Bóndafelagið og Óðalsfelagið vilja í løtuni einki siga um ta nýggju innkrevjingarskipanina fyri gongd í haga, sum feløgini arbeiða við. Bóndafelagið og Óðalsfelagið eiga smápartafelagið Jarðir, sum er stovnað fyri at verja áhugamálini hjá teimum, sum varða av jørðini í Føroyum. Bóndafelagið og Óðalsfelagið hava fleiri ferðir boðað frá, at tey, sum varða av náttúruni, fáa ov lítið burturúr. Og tað skal smápartafelagið Jarðir bøta um. Men tað einasta, sum nevndarformaðurin Niels Pedersen vil siga í dag er, at arbeitt verður framvegis við eini felags innkrevjingarskipan á einari og somu heimasíðu. Sambært Niels Pedersen er arbeiðið tó komið so mikið langt, at smápartafelagið Jarðir kann greiða nærri frá tí fyrst í næstu viku. Við útvarpið í morgun segði Jóhan Pauli Helgason, leiðari á menningardeildini hjá Visit Faroe Islands, at tá bøndur og jarðareigarar seta gjald á sína jørð, siga teir seg ofta gera hetta fyri at verja náttúruna. Niels Pedersen, formaður í Óðalsfelagnum og nevndarformaður í smápartafelagnum Jarðir, hevur í løtuni onga viðmerking til útsøgnina hjá leiðaranum á menningardeildini hjá Visit Faroe Islands. Cecilia Jacobsen hevur alt sítt lív kent sín kropp, sum verandi øðrvísi, enn tað, sum hon veruliga er. Hon er tvørkynd og hevur havt svár barna og ungdómsár við nógvari happing og kenslu av at vera øðrvísi. Tá hon var 21 ára gomul, fór hon undir stóra og umfatandi viðgerð og skurðviðger. Í dag hevur hon so valt at vera opin um sítt lív og heldur vælvitjaðar fyrilestar og ráðgevur øðrum, sum lívfrøðilliga kenna sínn kropp skeivan. Hon velur tað jaliga til í gerandisdegnum og vil við síni lívssøgu vísa øðrum, at til ber at fáa gott lív, hóast happing og ágang. Tað sigur Jórun Petersen, leiðari á skúlanum, eftir at bæði Heilsurøktarafelagið og Heilsuhjálparafelagið hava funnist at ætlaða skeiðinum fyri ófaklærd. Tey bæði fakfeløgini siga, at tað er ikki uppgávan hjá Heilsuskúlanum at bjóða slík skeið út. Tað skulu eldrasamstørvini taka sær av. Leiðarin á Heilsuskúlanum heldur hinvegin, at eitt slíkt skeið júst kann brúkast til at útvega fleiri umsøkjarar, og skapa áhuga fyri útbúgvingunum, sum skúlin bjóðar. Í hesum føri royna vit at kunna tey, sum arbeiða í yrkinum frammanundan. Hetta er eitt stutt skeið, og tað kann ikki setast í staðin fyri fullu útbúgvingina, svarar Jórun Petersen. Vit hava fyrr skipað fyri skeiðum fyri ófaklærd fyri Arbeiðsloysisskipanina. Og tað var væl móttikið og umrøtt á skúlanum frammanundan, eisini av fakfeløgunum, ið eru limir í okkara útbúgvingarráði, sigur Jórun Petersen. Tað byrjaði í 2012, tá Ísak fór at ganga til harmonikuspæl hjá Niels Olsen á kvøldskúlanum. Samstundis høvdu Ísak og konan eina tíð gingið til Tango. Tá eg taki harmonikuna upp á knøðini, so hendir okkurt heilt serligt, sum ikki er hent við øðrum instrumentum, sum eg havi spælt, sigur Ísak. í 2015 hevði Ísak smíðað eitt lag, sum hann nevnir Tango vónir , ella á sponskum La Anticapatión de Tango. Hann kallaði lagið Tango vónir , tí hann hevur góðar vónir um, at tað verður framgongd í Tangodansinum hjá honum og konuni. Næstu árini førdi ein tilvildarlig samanrenning við røttu fólkunum til, at lagið nú verður framført av Føroya Symfoniorkestri til nýggjárskonsertina 2020. Tað er ein ótrúliga góð kensla, og eg eri grúiliga spentur uppá, hvussu eg fari at reagera í morgin, tá lagið verður framført, sigur Ísak. Tango vónir kann hoyrast í endanum av samrøðuni omanfyri. Tað er frá einari upptøku frá gallakonsert í Reinsarínum í 2016, har Angelika Nielsen violin og Anne Hudepohl accordion spæla. Kann journalistikkur vera óheftur av persónligum politiskum sjónarmiðum, verður spurt. Jógvan á Lakjuni, tingformaður, heldur, at kringvarpið var ikki objektivt í viðgerðini av býtinum av makreli til línu og garnaskip. Væntandi kemur nýggj rættargangslóg í gildi í ár og fyri almenningin og journalistar merkir hetta størri innlit í skjøl og tilfar frá rættinum. Eisini kunnu journalistar vegna almenningin tá blanda seg uppí, tá rætturin skal avgera um hurðarnar skulu latast aftur, um frásagsagnarbann ella navnabann skal setast. Gestir Nella Festirstein, deildarleiðari, Løgmansskrivstovan, Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, Georg L. Petersen, tíðindaleiðari, Jóhann L Lützen, stjóri á Norðlýsinum og Ingrid Bjarnastein, Content Manager, Atlantic Airways. Í hesi samrøðu tosar Theodor Eli Dam Olsen, prestur, millum annað um læruna hjá heimsspekinginum K.E. Løgstrup, sum eitt nú tekur støði í interdependensi áliti á onnur, sum eina fortreyt fyri at kunna liva eitt gott lív. Hjá 12 fakfeløum á almenna arbeiðsmarknaðinum fara sáttmálarnir ikki úr gildi fyrr enn 1.oktober í ár, tí teir eru galdandi í trý ár. Útoyggjafelagið tekur undir við strandferðslustjóranum, men Olga Biskopstø, samskipari, heldur, at tað er skeivt at brúka Mykines at loysa trupulleikar í ferðavinnuni. Andstøðuflokkurin, Labour, sum stendur seg søguliga illa í bretskum politikki, atkvøddi ímóti avtaluni, og tað var eisini væntandi,men tað hevði ongan týdning fyri úrslitið. Nú undirhúsið hevur góðkent ætlanina, kann Boris Johnson, forsætisráðharri, fara undir at fyrireika endaligu samráðingarnar við hini 27 ES londini, skrivar Ritzau. Vit hava gjørt Evropa eina stóra tænastu, og tí haldi eg, at NATO eigur at vera víðkað, til eisini at fevna um lond í Miðeystri. Og samstundis átti NATO at broytt navn til NATOME, ella NATO Middle East. Eg haldi ikki, at tað er best at senda nógvar hermenn frá NATO til ymisk lond at stríðast ímóti altjóða yvirgangi, sigur Jens Stoltenberg. Dávur Birgisson úr Hoyvík hevur veruliga gjørt vart við seg sum klassiskur gittarspælari. Fyri tveimum árum síðani vann hann kappingina Stella Polaris. Og í kvøld er hann solistur á nýggjárskonsertini í Norðurlandahúsinum saman við Føroya Symfoniorkestri. Her kanst tú síggja og hoyra unga gittarleikaran í innslagnum, sum verður víst í steðginum á nýggjárskonsertini 2020. Konsertin verður víst beinleiðis í Sjónvarpinum í kvøld frá klokkan 19.30. Frá tí hann var 8 ára gamal og byrjaði sum kórdrongur í Westminister Abbey í London, hevur tónleikur fylt stóran part av lívinum hjá Bernharði Wilkinson. Og honum dámar alt slag av tónleiki. Bernharður flutti til Føroya í 2014 og stutt eftir gjørdist hann dirigentur hjá Føroya Symfoniorkestri og síðani hevur hann verið høvuðspersónurin, sum togar í allar traðrir á árligu nýggjárskonsertini í Norðurlandahúsinum. Bæði tónleikarar og sangarar á nýggjárskonsertini eru samdir um, at Bernharður hevur havt stóran týdning fyri Føroya Symfoniorkestur og tónleikalívið í Føroyum sum heild. Í innlsagnum tosa eisini Andrea Heindriksdóttir, floytuspælari, og Gunnvá Wardum, sangari. Her kanst tú síggja innslagið við Bernharði Wilkinson, sum verður víst í steðginum á nýggjárskonsertini 2020. Konsertin í Norðurlandahúsinum verður víst beinleiðis í Sjónvarpinum í kvøld frá klokkan 19.30. Netflix filmurin Two Popes er eitt doku drama um tveir pávar. Anthony McCarten, tvífaldaður BAFTA vinnari og rithøvundurin handan The Theory of Everything , Darkest Hour og Bohemian Rhapsody , hevur skrivað leikritið Two Popes í 2017, og tað er brasilianski leikstjórin Fernando Meirelles sum hevur leikstjørnað filmin við sama heiti í 2019, ið millum annað er kendur fyri filmar sum City of God og The Constant Gardner . Kendu sjónleikararnir Anthony Hopkins og Jonathan Pryce spæla høvuðsleiklutirnar í filminum. True Crime er ein sera væl umboðað og vælumtókt sjangra á stroymingtænastunum og serliga á Netflix. Nú hevur Netflix so eina nýggja True Crime sendirøð í ermuni, Don t F k With Cats , sum snýr seg líka nógv um døkku síðuna av alnótini, sum tað snýr seg um brotsverk. Vit hava hugt eftir sendirøðini og fyribrigdinum Don t F k With Cats , og tað skal sigast, at tað møguliga ikki er fyri sartar sálir, ella bara kettumenniskju sum heild. Um vikuskiftið verður árliga nýggjárskonsertin hjá Føroya Symfoniorkestri. Dávur Birgisson er solistur í konsertini. Vikuskiftissendingin var á gátt hjá honum at fregnast um, hvussu tað gongst við fyrireikingunum. Nótarnar ferkk eg í september, sigur Dávur, og við tí hevði eg góða tíð at venja meg at spæla verkið. Spurdur um, hvørt gittarin nú man fara at standa mát við stóra orkestrið í ljóðstyrki, svarar Dávur, at gittarin sjálvandi er forstyrktur annars hevði tað ikki kunnað latið seg gera. Hoyr eitt brot úr verkinum, sum á sologittara uttan orkestur ljóðar heldur fragmenterað. Men tað ornar Dávur við, at hann murrar orkesturstrofurnar afturvið, tá ið steðgur er í gittarnótunum. Oscar virðislønti, enski leikstjórin Sam Mendes hevur eitt millum annað leikstjórnað filmarnar American Beauty , Road to Perdition , Revolutionary Road og Skyfall . Nú hevur Sam Mendes skrivað sítt fyrst filmshandrit, sum byggir á veruligar upplivingar hjá abba hansara Alfred Mendes, frá fyrsta veraldarbardaga.Úrslitið er sterki og stórfingni krígsfilmurin 1917 , ið júst hevur vunnið Golden Globe fyri bæði besta film og leikstjóra. Svend Allan Sørensen er danskur listamaður. Hann hevur ofta verið í Føroyum, og hesa sjeyndu ferðina, hann er her, sýnir hann fram sína list í Steinprenti í Havn. Verkini í framsýningini taka støði í tekstum hjá tveimum donskum yrkjarum, Svend Fleuron 1874 1966 og Valdemar Rørdam 1872 1946 , og tær hava náttúruna og djóralív fuglar sum tema. Svend er sjálvur íðin veiðimaður og hevur mangan skotið fugl í Føroyum. Byrsuna hevur hann tó ikki við á hesum sinni, tí hann hevur ikki stundir at fara av veiða fugl, nú hendan ferðin verður halgað listaarbeiðnum. Hoyr prát við listamannin. Ein lítil rættleiðing er til samrøðuna. Svend kemur at siga, at tað er Kinna Poulsen, sum hevbur týtt yrkingarnar til føroyskt. Tað er ikki rætt, tað er Carl Johan Jensen Til ber at lesa meiri á Listaportalinum hjá Kinnu. Í Tróndargøtu í Havn er ein garasja, sum einaferð var kiosk. Og nú er hon ein vínbarr. Elsa Maria Holm Olsen og Bjørn Krog, sum dagliga starvast á Glasi í Havn, eiga og reka hugnaligu vínbarrina Víngarðin, har tey, umframt at borðreiða við víni, hava ymsan mat á skránni, eitt nú tapas. Elsa Maria hevur verið stjóri í Rúsdrekkasølu Landsins frá 2005 2012, og sínar royndir úr tí starvinum brúkar hon í Víngarðinum. Spurd um, hvat hon heldur um skipanina við Rúsuni, nú teimum er álagt at brúka Rúsuna sum shipping adressu, sigur hon, at skipanin er góð, tí hon tálmar nýtsluni og tryggjar eina ávísa góðsku í lítla føroyska samfelagnum. Men tað er greitt, leggur hon afturat, at tey í Víngarðinum kunnu ikki hava somu sløg av víni sum í Rúsuni. Tí mugu tey sjálv fara út at finna vínið ymsastaðni uttanlands, og tað er ikki bara sum at siga tað. Í onkrum føri hava tey ein danskan veitara, og tá er sum oftast ongin trupulleiki, men í øðrum føri hava tey sjálv verið á ymsum víngørðum og valt sær vín. Tað er ongin súr plikt, heldur Bjørn, tí tey hava sum fastan tátt at eta á góðum matstovum, tá tey ferðast og so vitja tey, sum partur av ferðunum, víngarðar ymsastaðni í Europa. Hoyr prátið við hjúnini í hugnaliga Víngarðinum, har vit eisini royna eitt slag av forkunnugum orange víni , sum ikki fæst í Rúsuni. Hetta er eitt náttúruvín uttan tilsetingarevni, sum er framleitt við somu víndrúum sum hvítvín, men har framferðarhátturin, sum er brúktur í reyðvínsframleiðslu, verður brúktur. Ragnar Davidsen er útiseti. Og so er hann familjumaður. Hann er eisini rappari í bólkinum Swangah. Men í hesum førinum tosar Ragnar um, hvussu tað er at vera útiseti og ikki fara heim til Føroya um jólini. Vikuskiftissendingin var á gólvi hjá havnarmanninum úr Svanga tann harrans dag, 1. januar 2020. Sjálvandi hevði gamlaárskvøld sett síni spor á huglagið júst hendan dagin. Men Ragnar er í góðum hoyri og væl nøgdur við bæði jól og nýggjár í danska høvuðsstaðnum. Á lestraríbúðarblokkinum Solbakken á Vesterbro í Keypmannahavn helt hann jól saman við familjuni, og sum nakað forkunnugt hevði hann fingið vitjan av sínum foreldrum. Nýggjárið varð hildið í veitsluhølunum á Solbakken. Tað var eitt stórt føroyingaball við 50 føroyingum. Í ársins fyrstu sending verða vit slongd inn í eina sterka og stórfingna krígsfrásøgn í filminum 1917 . Eisini eru true crime dokumentar sendirøðini Don t F k With Cats og ævisøgufilmurin Two Popes á skránni. Í flestu førum er tað kvinnurnar, sum velja at vera heima, og hetta er ein javnstøðutrupulleiki, heldur Katrin Kallsberg, fyrrverandi forkvinna í Javnstøðunevndini. Iranska hermegin skeyt flogfarið niður, av misgáum. Tað viðgongur Iran í almennari fráboðan í iranskum sjónvarpi í morgun. Hermegin lovar í sama viðfangi, at tey, sum hava ábyrgd av mistakinum, verða førd fyri ein hernaðardómstól. Ein sorgardagur. Fyribils niðurstøðurnar í okkara innanhýsis kanningum vísir, at talan var um eitt menniskjaligt mistak, ið var framt orsakað av amerikanskum bráðræsni. Vit harmast, biðja um umbering og vísa samkenslu við okkara fólki, teimum avvarandi og teimum tjóðum, ið eru raktar. Ein tilburður við Skarvsoyruna tað er á strekkinum millum Hvalvík og við Áir kundi enda við eini vanlukku, seint seinnapartin í gjár. Júst tá ein persónbilur og ein trailari møtast, dettur okkurt úr lastini og endar á persónbilinum. Luturin endar niðri á kølaragrilluni, har tað ger somikið nógvan skaða á bilin, at ávaringarlampurnar inni í bilinum fara at lýsa. Nakað av vindi var seinnapartin í gjár. Løgreglan heitir á tey, sum koyra við lastbilum og trailarum, um at tryggja sær at alt í lastini er surrað, soleiðis at tað ikki kann fúka og gera skaða í ferðsluni. Tað var myrkt, tá tilburðurin við Skarvs oyruna fór fram í gjár. Førarin á persónbilinum dugir tí ikki at siga, hvussu trailarin sá út. Donald Trump, forseti kann nú fara undir at byggja múrin, sum hann ætlar at gera ímillum USA og Meksiko. Og hann kann brúka pengar av játtanini til verjuendamál. Tað kann hann, eftir at ein kærudómstólur hevur ógildað avgerðina hjá einum dómstóli í El Paso í Texas, sum í desember gjørdi av, at forsetin ikki kann nýta pengar til verjuendamál til ætlanina. Hetta er ein sigur fyri rættarstatin, tí vit royna av øllum alvi at tryggja markini, og vit fara at byggja múrin, eru boðini úr Hvítu Húsunum. Tá Donald Trump varð valdur til forseta, boðaði hann frá, at hann fór at byggja ein múr á markinum ímillum USA og Mexico, fyri at steðga teimum nógvu fólkunum sum royna at koma um markið, og ikki minst fyri at steðga nógvu rúsevnunum sum koma um markið. Í februar í fjør lýsti forsetin eina tjóðskaparliga kreppu á markinum, og tí helt hann seg kunna játta neyðugu pengarnar til múrin, uttan at biðja kongressina um pengarnar. Hann fekk 1,4 milliardir dollarar til økt eftirlit á markinum, men fekk ikki pengar til múrin, sum fer at kosta 32 milliardir krónur. Hægstirættur í USA hevur fyrr góðkent at forsetin kann nýta 2,5 milliardir dollarar til múrin, men nú kærudómstólurin hevur evgreitt málið, kann forsetin byggja múrin, skrivar Daily Mail. Tað er ein trendur at fólk flyta av smærru bygdunum, og til størru økini. Tað sigur Heðin Zachariassen, borgarstjóri í Sunda Kommunu. Nú Sunda Kommuna er vorðin 15 ár, kann kommunan staðfesta ein fólkavøkstur á 16 prosent. Men tað eru ikki allar bygdirnar sum hava sæð hendan vøksturin. Tí sum fólkatalið í teimum størru bygdunum er vaksið, so er fólkatalið í teimum smærru bygdunum minkað nógv. Hann hevur eitt eyðkent hársnið, og hevur búð í Danmark í mong ár, hevur 6 børn míni, tíni og okkara saman við konuni, og hevur alsk til økið børn, ung og psykiatri. Elin var á gátt hjá Halli Gilstón Thorsteinsson í Keypmannahavn til ein kaffiduss. Hevur Annita á Fríðriksmørk sitið í bili við fullum bilførara, sum koyrdi undan løgregluni, ella hevur hon sum smágenta nærum róð seg í óføri í mjørka Og hevur Ólavur Ellefsen roynt seg sum íverkseta innan ferðavinnuna eina summarferiu, ella hevur hann tikið passið hjá mammu síni við sær til Tanzania Vit ganga ígjøgnum nakrar av mest róstu sangunum, sum komu út í árinum, sum fór. Men vit hava eisini eitt uppskot til fimm teir bestu føroysku innan Jambalaja sjangruna. Hallur Gilstón Thorsteinsson er boðin til Kaffiduss. Aftaná luttakað Høgni Heinesen, Sóley Danielsen og Rógvi B. Dam í Kjakaríinum, og at enda pella Annita á Fríðriksmørk og Ólavur Ellefsen. Heilsutrygd lýsti sjey kommunulækna størv, men bert ein umsókn kom til tey sjey størvini. Egil á Bø, stjóri í Heilsutrygd, er kortini væl nøgdur Ein dúkur er nú lagdur omaná tekjuna á fimleikahøllini í Viðarreiði, eftir at tekjan fór í nógva vindinum um middagsleitið mikudagin. Men í nátt kom hol á dúkin, og nú lekur í Fimleikahøllini. Hans Jákup Kallsberg, borgarstjóri í Veiðrareiðis kommunu, vónar at tey klára at samla lekan sum er nú. Dave A. Stewart og Annie Lennox hittust í London. Saman við Peter Coombes stovnaðu tey í 1976 The Catch, ið síðani bleiv til bólkin The Tourists, sum í 1979 hittaði við I Only Wanna Be With You. Í 1980 fóru David Stewart og Annie Lennox saman um Eurythmics, hvørs fysta album í 1981, In the Garden, ikki gjørdi nógv um seg. Í 1983 sendu tey tvey album á marknaðin, tað fyrra, Sweet Dreams Are Made of This , hevði við sær, at Eurythmics bleiv eitt heimsnavn, og tann seinna, Touch, hevði eisini fleiri hitt í sær, eitt nú Who s That Girl. Fíggjarmál, sum eru yvirtikin, skulu eisini fylgja altjóða tilmælunum um tiltøk, sum skulu forða fyri, at pengar verða vaskaðir hvítir og forða fyri, at føroyskar fíggjarfyritøkur verða brúktar til at fíggja yvirgang. Endamálið við uppskotinum er stutt og greitt at tryggja, at Føroyar eru við í altjóða stríðnum móti hvítvasking og at fíggja yvirgang. Uppskotið skal forða fyri, at brotsfólk misbrúka føroyskar fyritøkur og fíggjarligu skipanina í Føroyum til hvítvask og til at fíggja yvirgang. Fíggjareftirlitið sigur, at Betri banki í 2018 og í fyrra hálvári í fjør lænti nógvar pengar út, sum tó ikki sæst aftur í betri grundinntøkum hjá bankanum. Tað hevur tí biðið bankan um at gera eina frágreiðing um, hvussu hann ætlar at menna inntøkurnar, so hann hevur nóg nógvar pengar at lofta einum hóttafalli í føroyskum búskapi. Nýggi stjórin í Vága Floghavn, Regin I. Jakobsen, hevur sagt, at karmarnir eru um at gerast ov trongir, og at støða skal takast til at útbyggja farstøðina. Regin I. Jakobsen hevur sagt, at framskrivingarnar vísa, at væntandi fer floghavnin at avgreiða fleiri enn 600.000 ferðafólk um fimm ár. 40 fólk á kryvjivirkinum hjá Bakkafosti í Vági fingu fríggjadagin at vita, einki arbeiði verður til teirra næstu mánaðirnar, skrivar Suðuroyarportalurin. Hann sigur, at enn ber ikki til at hava støðugt arbeiði á virkinum í Vági, men tá arbeiði verður aftur, verður boð eftir teimum, sum nú er send til hús. Veðurmenninir boða aftur frá illveðri, og Strandferðslan hevur avlýst túrarnar hjá Smyrli av Krambatanga í kvøld 18.45 og av Havnini klokkan 21.15. Strandferðslan sigur, at aðrar broytingar kunnu eisini verða gjørdar, bæði hjá Bygdaleiðum og Oyggjaleiðum, og heitt verður á fólk um at fylgja við á heimasíðuni. Ramsarkunngerðin sigur millum annað, at frá 15.apríl til og við 31.august er bannað at sigla við vatnskutarum nærri enn 500 metrar úr landi kring Nólsoy, Skúvoy, Mykines og Mykineshólm. Vanligt er at fara í Føroya rætt, tá ein lóg ella kunngerð verður brotin fyrstu ferð fyri at vita, hvussu stór sektin eigur at verða. Fyrr sóu vit eldri menn við munn og tannskaða av snúsi, men nú síggja vit alsamt fleiri heilt ungar menn við hesum skaðum, sigur Jonna Sjúrðaberg, tannlækni og forkvinna í Tannlæknafelagnum. Marita Klein Joensen býr í Syðrugøtu, men arbeiðir á Argjum. Hvønn dag koyrir hon aftur og fram í sínum Nissan Leaf elbili. Tað eru áleið 30.000 kilometrar um árið. Summi gerast ovfarin, tá tey hoyra, hvussu langan tein eg koyri við bilinum, sigur Marita Klein Joensen, ið leggur aftrat, at elbilurin er stak væl egnaður til koyring í Føroyum. Eisini í vindi og hálku. Snildast hevði verið, um tær vóru har, nógv fólk savnast, sigur Marita Klein Joensen, sum heldur, at hon kanska hevði brúkt tær oftari, um so var. Men landsstýrið arbeiðir við eini langtíðarløguætlan, har støða skal takast til, hvussu játtanin til Gøtudalstunnilin verður raðfest. Men fyribils niðurstøðan er tó, at einki bendir á, at ikki ber til at gera Gøtudalstunnilin, sum verður millum 3.200 og 3.600 metrar langur, sigur Jørgen Niclasen. Men landsstýrið arbeiðir við eini langtíðarløguætlan, har støða skal takast til, hvussu játtanin til Gøtudalstunnilin verður raðfest. Men fyribils niðurstøðan er tó, at einki bendir á, at ikki ber til at gera Gøtudalstunnilin, sum verður millum 3.200 og 3.600 metrar langur, sigur Jørgen Niclasen. Georg F. Hansen, formaður í FA, sigur, at Bakkafrost eigur at vísa størri samfelagsatlit, og at taka størri ábyrgd av sinum starvsfólki. Hann harmast, at Bakkafrost varð noytt at siga 40 fólkum á kryvjivirkinum í Vági úr starvi, men arbeitt verður við at tryggja, at støðugt arbeiði verður alt árið á virkinum. Fleiri hundrað mótmælisfólk fóru út á gøturnar, hóast trygdarlið vóru á varðhaldi, til minningarhald um dagin og mótmælisgongur um kvøldið á Azadi torginum í miðbýnum í Teheran. Tey mótmæla bæði niðurskjótingini av ukrainska flogfarinum mikudagin, og at Iran ikki tók ábyrgdina av vanlukkuni fyrr enn nakrar dagar seinni. Løgregluovastin í Teheran sigur í dag, at tað varð ikki skotið við skørpum undir mótmælistiltøkunum í gjár, og at løgreglumenninir høvdu fingið boð um at halda aftur. Við hesi útgerð fer Suðuroyggin ein part av tíðini at hava varandi orku burturav, har vindorkan fer at standa fyri stórum parti av framleiðsluni, skrivar SEV. El orkan í Suðuroynni er ikki bundin í meginøkið, og vindmyllulundin í Porkerishaga fer saman við battarískipanini væntandi at framleiða 20 GWt um árið. Vindfelagið Neshagi, sum er dótturfelag hjá SEV, vann kappingina um at byggja vindmyllulundina í Porkerishaga, og eftir ætlan fer fyrsta myllan at framleiða el orku inn á netið í Suðuroy í september, skrivar SEV. Tríggjar ferðir hava liðini spælt ímóti hvørjum øðurm hetta kappingarárið, og hvørja ferð eru hoyvíkskvinnur farnar av vølli sum vinnarar. Fyrrverandi generalurin tók valdið í Pakistan í 1999, tá hann koyrdi stjórnina hjá táverandi forsætisráðharranum, Nawaz Sharif, frá. Málið um hásvikagerð højforræderi snýr seg um, hvussu fyrrverandi forsetin handfór støðuna í landinum, tá hann setti undtaksstøðu í gildi í fleiri vikur. Bæði í 2013 og í 2018 royndi Musharraf at stilla upp til forsetavalið í Pakistan, men ein dómstólur vildi ikki loyva honum at stilla upp. Umleið 60 rennarar runnu nýggjárshálvmarathon úr Funningsfirði til Runavíkar, hóast veðrið ikki var av tí besta leygardagin. Hvørki hjá monnum ella kvinnum var nakar ivi um, hvør var skjótast. Jean Djurhuus, stjóri í Betri banka, sigur, at enn er støða ikki tikin til, um privat viðskiftafólk skulu fáa negativa rentu ella ikki. Útlendsk ferðafólk skulu rinda meiri fyri ferðaseðilin enn fólk, sum búgva í Føroyum. Tað ætlar Jørgen Niclasen, landsstýrismaður. Hann sigur, at nýggja gjaldsskipanin skal koma í gildi í hesum árinum. Men Ferðavinnufelagið heldur ikki, at hetta er eitt gott hugskot. Henny á Líknagøtu, forkvinna í Ferðavinnufelagnum, sigur, at hon veit einki dømi um, at føroyingar, sum ferðast uttanlands, skulu gjalda meira enn onnur. Danska ríkisløgreglan leggur 240 størv niður í hesum árinum. Tað sigur Jens Henrik Højbjerg, ovasti í ríkisløgregluni, har tilsamans 2.000 fólk arbeiða. Lønarútreiðslur til 90 størv verða fluttar til at styrkja Bakmanspolitiið, sum fevnir um Statsadvokatin fyri serlig fíggjarlig og altjóða brotsverk, stytt Søik. Eisini skulu 150 størv í ríkisløgregluni leggjast niður. Hetta hendir, nú fleiri uppgávur verða lagdar út til tey 12 løgregluøkini. Seinastu árini eru fleiri løgreglufólk útbúgvin, og fleiri eru sett í starv. Tað merkir, at í 2020 er neyðugt at tillaga í starvsfólkahópin í ríkisløgregluni, sigur Jens Henrik Højbjerg. Søik hoyrir undir Ríkisadvokatin, ikki ríkisløgregluna. Men peningurin til at styrkja Søik skal finnast í pengakassanum hjá ríkisløgregluni. Bakmanspolitiið fær í ár 45 milliónir krónur frá ríkisløgregluni, og tað svarar til løn til umleið 90 starvsfólk, sum eisini skulu finnast í ríkisløgregluni, sigur Jens Henrik Højbjerg. Yvirgangshóttanin, varðhald við marknaliðini og vaksandi krav um sjónliga løgreglu eru orsøkin til sparingina, skrivar JyllandsPosten. Vit vitja Turid Joensen í Hoyvík, sum henda illveðursmánadagin brúnkar og síðani kókar svínahjørtu til døgurða. Hon hon greiðir eisini frá døgurðamati sum heild. Og Birita Thorleifsson í Havn bakar eina leskiliga marsipankøku, sum hon hevur úr einum donskum vikublaði, men hevur lagað hana til. Minnisverdu ítróttaløturnar hjá fólki í Sandoynni seinastu 50 árini eru ikki so fáar, men meistaraheitið í 1989 man standa ovast á listanum hjá teimum flestu. Ætlanin var at seta vindmyllurnar upp í summar, men tað verður neyvan fyrr enn næsta ár, millum annað tí at framleiðarin skal meta um staðið, har myllurnar skulu standa, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV. Nakað annað, sum kann gerast ein forðing er, at hagastýrið nú aftaná at SEV hevur vunnið útbjóðingarumfarið hevur tikið nøkur ivamál upp við SEV. Umhvørvisstovan, sum er myndugleikin, ið hevur tikið avgerðina um at lata SEV seta vinmyllurnar upp á Eiði, visti einki um nakra ósemju millum hagan og SEV, meðan málið var til viðgerðar. Millum málini eru uppskotið til samtyktar hjá Javnaðarflokkinum um at stovna partafelag at gera undirsjóvartunnil til Suðuroynna, og uppskotið hjá landsstýrinum um at broyta skattalógina til frama fyri heimavirki. Hósdagin í næstu viku fer tingið at viðgera uppskotið um útbyggingina á Landssjúkrahúsinum og uppskotið um at verja persónsupplýsingar, tað er uppskotið um nýggja dátuverndarlóg. Nevndin hevur boðsent Føroya náttúru og umhvørvisfelag, Ringrás, Útoyggjafelagnum, Kommunufelagnum, Visit Faroe Islands og tveimum landsstýrismonnum, landsstýrismaðurin í umhvørvis og vinnumálum kemur á fundin saman við Búnaðarstovuni og Umhvørvisstovuni, og landsstýrismaðurin í uttanríkis og mentamálum kemur saman við Søvnum landsins. Bakkafrost fór í gjár undir at keypa partabrøvini, sum eru eftir í The Scottish Salmon Company PLC. Bakkafrost eigur longu øll partabrøvini uttan 4,5 prosent, sum Bakkafrost nú keypir. Hetta fer at kosta Bakkafrosti 240 milliónir norskar krónur, góðar 180 milliónir danskar krónur. Hendan tilgongdin, sum byrjaði í gjár, varar til síðst í februar. Tá eigur Bakkafrost The Scottish Salmon Company PLC 100 prosent. Bakkafrost hevur skrivað tíðindaskriv, nú 40 fólk hjá felagnum í Suðuroynni eru søgd úr starvi, tí eingin laksur er at kryvja í Suðuroynni í nakrar mánaðir. Men í somu kunngerð stendur eisini, at Heilsufrøðiliga starvsstovan kann geva undantak fyri, at laksur, aldur í Suðuroynni, kann verða virkaður aðrastaðni enn í Suðuroynni, tá neyðugt er at taka laksin skjótt. Lønarútreiðslur til 90 størv verða fluttar til at styrkja Bakmanspolitiið, sum fevnir um Statsadvokatin fyri serlig fíggjarlig og altjóða brotsverk, stytt Søik. Síðan miðskeiðis í 1800 talinum eru handbøkurnar Trap Danmark komnar út. Hetta bókaverkið er ein sera víðfevnd lýsing av einari tjóð bæði søguliga, mentanarliga, samfelagsliga og annars tað, sum myndar grundvøllin fyri víðari vøksturin í landinum. Nú verður arbeitt við at at geva Trap Føroyar út í nýggjum, flottum hami 300 myndprýddar síður, sum skulu skrivast av mongum fakfólkum. Eisini er ætlanin, at tilfarið verður talgilt. Hann sigur, at tað fyrst og fremst er ein spurningur um fígging. Størsti parturin verður fíggjað av donsku stjórnini, men Føroyar skal eisini gjalda sín part. Trap Danmark í síni heild fær 160 milliónir krónur í stuðul. Í Føroyum fer tað at kosta áleið fimm milliónir at geva út. Burðaravlopið er munurin millum fødd og deyð og nettotilflytingin er munurin millum teirra, sum flyta úr Føroyum, og teirra, sum flyta til Føroya. Yvirskriftirnar í altjóða miðlum seinastu tíðina hevur verið um støðuna í Iran. Vit spyrja Miðeystur tíðindamannin hjá Weekendavisen um støðuna í økinum. Enn er støða ikki tikin til, hvussu nógvir av umsøkjarunum skulu til samrøðu, men tað verður væntandi gjørt, tá ráðið aftur fer at hava fund í hesi vikuni, sigur forkvinnan í Leiklistaráðnum, Ingibjørg Berg. Fólk, sum hava søkt starvið, hava eisini uppsagnartíð frá starvinum, sum tey eru í, og tað má eisini takast við í viðgerðina, sigur forkvinnan í Leiklistaráðnum. Starvið er áramálssett til 5 árog lønt sambært 37. lønarflokki í sáttmála millum Tænastumannafelagið og Fíggjarmálaráðið, tó uttan at vera tænastumannastarv. Fíggjarætlanin hjá Tjóðpallinum er slakar seks milliónir krónur. Góðar fimm milliónir eru almenn játtan, og eginfíggingin er umleið 850.000 krónur. Á stovninum starvast, umframt stjóran, eitt skrivstovufólk og í ársmiðal 10 12 verkætlanarsett starvsfólk í styttri ella longri tíðarskeið. Iranski forsetin, Hassan Rouhani, sigur í dag, at fleiri gerningsmenn eru, tí tað ber ikki til, at bara ein persónur kann hava ábyrgdina av hendingini. Hassan Rouhani vil hava, at ein serligur dómstólur við serfrøðingum kannar umstøðurnar í sambandi við, at flogfarið varð skotið niður. Henrik Krag er heimspekingur, rithøvundur og rekur fyritøkuna Vaksa, har hann millum annað veitir frálæru í sjálvsmenning og meditatión. Hoyr annars hvat Henrik hevði at siga um parløg, at finna eina góða balansu og annars hvørji amboð hann undirvísir í, tá tað kemur til at betra um sálarligu heilsuna. Borgarstjórin í Runavíkar Kommunu, Tórbjørn Jacobsen, sigur, at fyri fýra árum síðani var lítil broyting í fólkatalinum í kommununi. Nólsoyingar høvdu góðan útróður eystan fyri, har russarar plagdu at royna. Í bygdini vóru tveir fiskakjallarar og fimm handlar. Disa flutti seinni til Havnar og fór í 1983 til Danmarkar at søkja sær útbúgving. Hon arbeiddi ymsum á stovnum um keypmannahavnarleiðina, gekk í framhaldsskúla og slapp inn á ríkissjúkrahúsið at læra til sjúkrahjálpara. Børnunum longdist heim aftur til Føroya. Tí vórðu húsini í Krákuni keypt. Disa var nøkur ár í nítiárunum um foreldrini á Skála, tá bróður hennara var deyður. Bergun Kass, forkvinna í eldranevndini í Tórshavnar kommunu, mælir til, at møguleikar skulu eisini verða at útbúgva seg til heilsuhjálpara og røktara í miðstaðarøkinum, tí tørvurin er so stórur. Bergun Kass sigur, at staðsetingin av Heilsuskúlanum í Suðuroynni, er orsøkin til, at so fá í miðstaðarøkinum nema sær hesa útbúgvingar. Jenis av Rana, landsstýrismaður í skúlamálum, sigur, at nú verður kannað, um tað ber til at eggja fólki til at fara undir útbúgvingina, um løn verður goldin í lærutíðini í staðin fyri studningur. Grønlendski landsstýrisformaðurin, Kim Kielsen, stillar upp til formansvalið í Siumut. Tað skrivar grønlendska blaðið, Sermitsiaq. Eftir innanhýsisstríð í Siumut í september í fjør, boðaði Kim Kielsen annars frá, at hann fór at leggja frá sær á landsfundinum, sum verður í Ilulissat í juli. Men nú hevur hann broytt hugsan og stillar uppaftur. Kielsen hevur tó ikki boðað frá hesum alment enn, men tað verður skjótt, skrivar Sermitsiaq. Higartil er bara eitt annað valevni, Erik Jensen, sum í november legði frá sær sum landsstýrismaður, og samstundis boðaði frá, at hann fer eftir formanssessinum í Siumut. Tað er júst Erik Jensen, sum er orsøkin til, at Kim Kielsen er vil taka eitt tørn aftrat. Sambært Kielsen, er Erik Jensen ikki førur fyri at standa á odda fyri størsta flokkinum í landinum, og sostatt helst eisini fyri øllum landinum. Kielsen skal, sambært Sermitsiaq, hava róð framundir, at Erik Jensen er meira lokalpolitikari, og at hann hevur ov fáar royndir í landspolitikki. Erik Jensen var ein av teimum sjey leiðandi limunum í Siumut, sum tíðliga í heyst royndu at fáa Kim Kielsen frá sum formann, og tað hevur Kielsen ikki gloymt. Í sendingini er alt frá hip hop við Run the Jewels til jazz við Kamasi Washington, frá popp rokki við Twenty One Pilots til droymandi indirokki við Beach House. Føroya rættur skal gera av, hvussu stór sektin skal vera fyri at bróta ramsarkunngerðina, tí hetta er fyrstu ferð, at kunngerðin er mett at vera brotin. Ramsarkunngerðin sigur millum annað, at frá 15. apríl til og við 31. august er bannað at sigla við vatnskutarum nærri enn 500 metrar úr landi kring Nólsoy, Skúvoy, Mykines og Mykineshólm. Vanligt er at fara í Føroya rætt, tá hildið verður, at ein lóg ella kunngerð verður brotin fyrstu ferð fyri at vita, hvussu stór sektin eigur at verða. Tað eru 50 ár av hatri, sum hava gjørt meg til tann, eg eri. Soleiðis lýsir Roger Akelius lív sítt, sum er umgirt av stríði og atfinningum. Hann hevur altíð gingið sína egnu leið. Ofta í mótvindi. Hann kallar seg superkapitalist og dylir ikki fyri sínum skattahugsanum. Jonathan hevur brúkt alt sítt lív at sleppa undan at avdúka, at hann er homoseksuellur. So torført hevur tað verið hjá honum at látast sum, hann var ein annar, at hann hevur fingið depressión. Nú noyðist Jonathan at fáa sær mót til at fortelja foreldrunum sannleikan. Hesaferð ummæltu vit nýggjárskonsertina hjá Føroya Symfoniorkestri, kóri og solistum, sum var um vikuskiftið. Eirikur Skála og Bjarni Berg vóru í útvarpsstovuna. Og Ludvík á Brekku, sum situr í úrvalsnevndini, segði okkum eitt sindur um komandi Várframsýningina hjá felagnum Føroysk Myndlistafólk, sum verður skipað heldur øðrvísi í ár. Eftir at iranski herurin skeyt niður eitt ukrainskt ferðafólkaflogfarð, hevur stórur spenningur verið í Iran. Í tríggjar dagar vildi stýrið vera við, at tekniskir trupulleikar vóru atvoldin áðrenn tey viðurkendi at ein iransk rakett skeyt flogfarið niður. Fólk eru troytt av lygnunum, sigur miðeysturkorrespondenturin hjá Weekendavísini, Allan Sørensen. Hoyr longru samrøðuna við Allan Sørensen her. Ein nakað styttri samrøða varð send í Breddanum týsdagin 14.01.20. Hóast stríðið um tilfeingi í havøkinum kring Føroyar hevur fylt nógv í polititska skipanini seinnu árini, er lítið og einki vinnupolitiskt tey síðstu tretivu árini. Orsøkin til tað er, at politiska skipanin ikki er nóg sterk til at gera broytingar, ið ganga móti einum skarða av vinnulívsmonnum, ið fingu kvotur í 1987. Tað er høvuðsniðurstøðan í eini vísindarligari grein, ið Jóannes Jacobsen, ph.d. í búskaparfrøði, kunngjørdi í atljóða vísindaliga tíðarritinum Marine Policy í oktober. Greinin er ein søguliga gjøgnumgongd av broytingum ella manglandi broytingum í lóggávuni viðvíkjandi botnfiskaflotanum frá 1987 til 2018. Í greinini grundgevur búskaparfrøðingurin fyri, at orsøkin er, at teir reiðarar, ið fingu fiskiloyvini í 1987, eru blivnir so máttmiklir, at tað síðan hevur verið trupult at broytt nakað uttan teirra samtykki. Í greinini verður víst á, at ymiskar royndir hava verið gjørdar fyri at broyta vinnupolitikkin, men hvørja ferð er tað enda við, at tað eru teir somu reiðararnir, ið sita við tí mesta. Og aftaná tíggju ár við politiskum og vinnuligum rembingum í kjalarvørrinum av, at føroyingar fingu eina størri makrelkvotu, staðfestir búskaparfrøðingurin, at einki er broytt síðan fiskiloyvini blivu útluta í 1987. Men líka síðani hava kommunurnar verið ónøgdar við eitt nú fíggingarleistin, sum rakar sera ymiskt alt eftir um kommunurnar hava nógvar eldri borgarar og nógvar DIS, FAS og NIS útisiglarar ella ikki. Eitt annað, sum hevur fylt nógv er markamótið, sum snýr seg um, hvør hevur ábyrgdina av fólki undir 67 ár, sum hava tørv á hjálp til alt. Úrslitið hevur verið, at borgarar í longri tíð hava gingið uttan nakra hjálp, tí land og kommunur ikki kundu semjast um, hvør ið átti ábyrgdina av teimum. Í mai í 2016 var ein avtala gjørd millum land og kommunur eitt sokallað markamótskjal, sum skuldi gera ábyrgdarbýti greitt, men fýra mánair seinni vóru enn trupulleikar við, at fólk duttu millum tveir stólar. Á heysti í 2016 varð ein nevnd sett at taka avgerðir í hvørjum einstøkum føri, har kommunur og land ikki kundu semjast um, hvør átti ábyrgdina av einum borgara. Markamótsnevndin hevur tikið 10 avgerðir sambært Kommunufelagnum flestu av teimum eru um borgarar yngri enn 67 ár við seinheilaskaða ella Alzheimers. Í avgerðunum hartar nevndin kommunurnar og landið fyri at lata borgara bíða í mánaðir eftir eini avgerð og tí hjálp, sum tey hava rætt til. Markamótsnevndin viðmerkir millum annað í fyrstu avgerðini frá oktober í 2016, at borgarin hevur bíðað síðani fyrst í árinum eftir eini avgerð, hóast talan ikki er um eitt torskilt økið. Men líka síðani hava kommunurnar verið ónøgdar við eitt nú fígginarleistin, sum rakar sera ymiskt alt eftir kommunurnar hava útisiglarar ella ikki. Úrslitið hevur verið, at borgarar í longri tíð hava gingið uttan nakra hjálp, tí land og kommunur ikki kundu semjast um, hvør ið átti ábyrgdina av teimum. Í mai í 2016 var ein avtala gjørd millum land og kommunur eitt sokallað markamótskjal, sum skuldi gera ábyrgdarbýti greitt, men fýra mánair seinni vóru enn trupulleikar við, at fólk duttu millum tveir stólar. Á heysti í 2016 varð ein nevnd sett at taka avgerðir í hvørjum einstøkum føri, har kommunur og land ikki kundu semjast um, hvør átti ábyrgdina av einum borgara, sum tørvaði hjálp. Markamótsnevndin hevur tikið 10 avgerðir sambært Kommunufelagnum fleiri av teimum eru um borgarar, yngri enn 67 ár við seinheilaskaða ella Alzheimers. Markamótsnevndin viðmerkir millum annað í fyrstu avgerðini frá oktober í 2016, at borgarin hevur bíðað síðani fyrst í árinum eftir eini avgerð, hóast talan ikki er um eitt torskilt økið. Í oktober í fjørð frættist, at kommunurnar í Suðuroy ikki vildu taka undir við fíggingarætlanini hjá Bú og Heimatænastuni fyri 2020, tí at kalla allar fingu minni aftur, enn tær skulu gjalda til samstarvið. Trupulleikin er, at kommunurnar fáa pengar eftir hvussu nógvir útisiglarar tær hava undis DIS og FAS og NIS skipan, tí hesir ikki gjalda skatt í Føroyum. Men útreiðslurnar til samstarvið eru eftir hvussu nógvar borgarar komman hevur yvir 67 ár. Eftir at iranski herurin skeyt niður eitt ukrainskt ferðafólkaflogfarð, hevur stórur spenningur verið í Iran. Í tríggjar dagar vildi stýrið vera við, at tekniskir trupulleikar vóru atvoldin áðrenn tey viðurkendi at ein iransk rakett skeyt flogfarið niður. Hóast stríðið um tilfeingi í havøkinum kring Føroyar hevur fylt nógv í polititska skipanini seinnu árini, er lítið og einki vinnupolitiskt tey síðstu tretivu árini. Orsøkin til tað er, at politiska skipanin ikki er nóg sterk til at gera broytingar, ið ganga móti einum skarða av vinnulívsmonnum, ið fingu kvotur í 1987. Tað er høvuðsniðurstøðan í eini vísindarligari grein, ið Jóannes Jacobsen, ph.d. í búskaparfrøði, kunngjørdi í atljóða vísindaliga tíðarritinum Marine Policy í oktober. Greinin er ein søguliga gjøgnumgongd av broytingum ella manglandi broytingum í lóggávuni viðvíkjandi botnfiskaflotanum frá 1987 til 2018. Í greinini grundgevur búskaparfrøðingurin fyri, at orsøkin er, at teir reiðarar, ið fingu fiskiloyvini í 1987, eru blivnir so máttmiklir, at tað síðan hevur verið trupult at broytt nakað uttan teirra samtykki. Í greinini verður víst á, at ymiskar royndir hava verið gjørdar fyri at broyta vinnupolitikkin, men hvørja ferð er tað enda við, at tað eru teir somu reiðararnir, ið sita við tí mesta. Og aftaná tíggju ár við politiskum og vinnuligum rembingum í kjalarvørrinum av, at føroyingar fingu eina størri makrelkvotu, staðfestir búskaparfrøðingurin, at einki er broytt síðan fiskiloyvini blivu útluta í 1987. Luttakarar Eyðun Christiansen, Annika Olsen, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, Tórbjørn Jacobsen, Kristina Háfoss, Allan Sørensen og Jóannes Jacobsen. Í hesum partinum hitta vit ein abba, sum brádliga verður kunnaður um at hann er illtonktur fyri at hava misnýtt sína egnu fýra ára gomlu abbadóttir kynsliga. Sambært lógini hava vit skyldu til at boða myndugleikunum frá, um vit síggja, at eitt barn undir 18 ár mistrívist ella verður fyri sálarligum ella kropsligum harðskapi. Henda røðin vísir tvístøðuna og ivan, kostnað og fylgjur, sum ein fráboðan kann hava við sær. Og hon vísir eisini, hvussu ein fráboðan kann bjarga allari familjuni. Fyri hálvum øðrum ári síðani lat hann Tórshavnar kommunu allar søguligu lutirnar, sum hann í 50 ár hevur savnað saman, Men síðani er onki hent. Nú verður farið at gera neyðugu broytingarnar, so tað ber til at veita nøktandi undirvísing, sigur Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri í Tórshavnar kommunu. Sjálvt um báðar tekjurnar leka bæði á nýggja og gamla partinum av Listasavninum mugu stýrið og stjórin velja, hvør tekja skal umvælast, tí játtanin á fíggjarlógini røkkur ikki til báðar. Kommunurnar skulu nú eisini fíggja forskúlaflokkarnar í frískúlum, ætlar landsstýrið, sum vil broyta frískúlalógina frá 2003, so kommunur gjalda raksturin hjá forskúlaflokkum í frískúlum. Ráðið heldur, at forskúlaflokkar í frískúlum eiga at viðgerast eins og forskúlar í fólkaskúlanum, har kommunan rindar allar rakstarútreiðslur, eisini stuðul starvsfólkalønir. Tað segði leiðarin fyri republikanska meirilutanum í Senatinum, Mitch McConnell. Ákærupunktini verða send Senatinum í dag, segði leiðarin fyri umboðsmannatinginum, demokraturin Nancy Pelosi, í gjár. Senatið virkar sum nevningating í ríkisrættarmálum. Men áðrenn ríkisrættarmálið kann byrja í Senatinum, skal forsetin í hægtarættari, John Roberts, taka senatorarnar í eið fyrst. Nancy Pelosi hevur ikki viljað sent Senatinum ákærupunktini, tí hon vil hava vissu fyri, at vitni verða innkallað til Senatið undir ríkisrættarmálinum. Hon hevur tó onga trygd fingið fyri tí frá Mitch McConnell, sum er leiðari fyri republikanska meirilutanum í Senatinum. Kortini hevur hon nú gjørt av at seta fer á tilgongdina. Í desember samtykti umboðsmannatingið at reisa ákæru. Trump er ákærdur fyri valdsmisnýtslu og fyri at hava forðað Kongressini í sínum arbeiði. Donald Trump skal í fjør hava lagt trýst á ukrainska forsetan um at kanna fyrrverandi amerikanska varaforsetan, Joe Biden, og son hansara, Hunter Biden, fyri mutur í sambandi við íløgur í Ukraina. Joe Biden ætlar at gerast mótvalevni hjá Trump á forsetavalinum seinni í ár. Hóast demokratarnir halda, at Trump er óskikkaður til arbeiðið sum forseti, verður hann helst fríkendur av republikanska meirilutanum í Senatinum. Limirnir í Senatinum virka sum nevningating í slíkum málum. Umboðsmannatingið skal í dag boða frá, hvørjir limir skulu virka sum ákærar í ríkisrættarmálinum. Bjargingarlið eru send til økið, og neyðstøða er lýst í Flateyri og Suðureyri orsakað av skalvalopinum. Eingin hevur fingið álvarsligan skaða, men neyðugt varð at grava út eina unga gentu á Flateyri. Men hildið verður, at stórur materiellur skaði er. Íbúgvarnir á Flateyri og í Súgandafirði er bidnir um at halda seg innadurða fyribils, og íbúgvar í Súgundafirði eru bidnir um at halda seg burtur frá havnini. Íslendska kringvarpið, RÚV, sigur, at tað tykist, sum um verjurnar móti skalvalopi oman fyri Flateyri, hava vart meginpartin av bústaðarøkjunum í býnum. Men skalvalopið rakti tó nøkur hús, og havnina í Flateyri, har fleiri bátar vóru tiknir við út á sjógv. Íslendska sjóverjan hevur sent sjóverjuskipið Tór til Flateyrar við 35 bjargingarfólkum umborð. Um viðrar, verður ein tyrla eisini send til Flateyrar, skrivar RUV. Í januar 1995 var skalvalop í Suðavík og tá doyðu 14 fólk. Og 26. oktober 1995 var eisini skalvalop á Flateyri, og tá doyðu 20 fólk. Tað fyrsta, Steinunn Guðný Einarsdóttir á Flateyri, frætti um skalvalopið, var, tá ið mamma hennara ringdi um ellivutíðina í gjárkvøldið og segði, at eldávaringin í bátinum hjá teimum var farin í gongd. Stóru sangsolistarnir hesa ferð vóru russisku hjúnuni Sergei Semishkur, tenorur, og Yekaterina Solovyova, sopran, sum bæði starvast í Mariinsky Operuni í Sankta Pætursborg. Nýggja fanfaran hjá Atla Petersen byrjaði pompøst ársins nýggjárskonsert, og forkunnugt var eisini verkið Tango vónir, sum Ísak Jacobsen hevur skrivað til høvið. Dávur Birgisson spældi klassiskan gittar í gittarkonsertini For two Christoffers eftir E. Bernstein saman við symfoniorkestrinum. Og Anna Hýdepohl var solistur í Tangovónini eftir Ísak Jacobsen. Kórið hevði sínar stóru løtur, millum annað í Silentium, silentium hjá Wagner. Og orkestrið spældi so væl sum nakrantíð. Vit hava havi fingið tveir ummælarar at tosa um nýggjárskonsertina í ár. Teir eru Bjarni Berg og Eirikur Skála, báðir tónleikarar og Musikkskúlalærarar. Prísurin á klæðum og fótbúnaði er hækkaður mest, hann er hækkaður 5,6 prosent. Síðani koma matvørur og drykkjuvørur. Prísurin á teimum er hækkaður 2,3 prosent. Tá Hitler og Nasityskland gjørdu innrás í Sovjetsamveldið í 1941, byrjaði eitt ideologiskt týningarkríggj, sum kostaði fleiri milliónir mannalív. USA lýsir nú eftir einum fólki, einum grønlandsserfrøðingi, til almennu amerikonsku skrivstovuna í Nuuk, sum skal taka sær av politiska, fíggjarliga, handilsliga og diplomatiska sambandinum við Grønland. Orðið konsulát verður ikki nýtt í starvslýsingini, men viðkomandi verður sett í starv undir amerikonsku sendistovuni í Keypmannahavn 40 tímar um vikuna. Umsøkjari skal duga grønlendskt, enskt og danskt, og hevur somu uppgávur sum diplomatar, at ráðgeva, greina og fylgja við menningini í Grønlandi, og arbeiða fyri amerikonskum áhugamálum í landinum. Tað verður gjørt millum annað við tøttum sambandi við politikarar og vínnulívsfólk og fólk innan útbúgving, gransking og mentan í Grønlandi. Partur av starvinum er eisini at fylgja við í grønlendskum fjølmiðlum og stuðla amerikonskum embætisfólkum, sum koma á vitjan í Grønlandi. Danski uttanríkisráðharrin, Jeppe Kofoed, sigur við grønlendska kringvarpið, KNR, at hann fegnast um, at samstarv nú kemur í lag. Og danska stjórnin stuðlar grønlendsku stjórnini í hesum, sigur hann. Í august í fjør skrivaði AP tíðindastovan, at amerikanska uttanríkisráðið hevði ætlanir um í 2020 at seta sjey fólk í starv á amerikonsku skrivstovuni í Nuuk. Tey, sum søkja, skulu trygdargóðkennast, og skulu í minsta lagi hava bachelor útbúgving í statsvísindum, handli, journalistikki, hugvísindum, søgu ella løgfrøði, og hava tvey ára starvsroyndir. Byrjanarlønin er 521 túsund krónur fyrsta árið, men eftir fyrsta árið í tænastuni hækkar lønin upp í 608.000 krónur. Evstamark at søkja er 7. februar. Dysturin verður spældur 27. mars á MCH Arena í Herning, og er samstundis fyrsti landsdysturin hjá nýggja venjaranum, H kan Ericson. Føroyar og Danmark vóru í bólki saman í undakappingini til EM í 1990. Fyrra dystin í Parkini taptu Føroyar 1 4. Málið skeyt Allan Mørkøre, tá hann javnaði til 1 1. Seinna dystin í Landskrona taptu Føroyar 0 4. Triði dysturin var ein vinardystur á Tórsvølli, sum samstundis var fyrsti landsdysturin hjá Mortani Olsen sum danskur landsliðsvenjari. Tann dystin taptu Føroyar 0 2. Eg gleði meg at koma í gongd sum føroyskur landsliðsvenjari, og eg síggi við stórum spenningi fram ímóti hesum báðum dystunum. Sum svenskari er tað altíð nakað serligt at møta Danmark, og tað er ikki minni serligt fyri føroyingar og Føroyar. Uppskot til kunngerð er skrivað og sent til hoyringar. Sambært galdandi reglum frá 2009 kann kvinna, sum er í útbúgving uttanlands, eiga í Føroyum ókeypis. Men vil ein pápi, sum er í útbúgving uttanlands, at barn hansara skal føðast í Føroyum, verður kravt gjald fyri ta tænastuna, um mamman ikki er lesandi. Tað var í oktober í fjør, at Niels Rødgaard og unnustan, Rosa Heinesen, sum búgva í Danmark, har hann er undir útbúgving, fingu at vita, at tey skuldu gjalda fyri at eiga sonin Rana í Føroyum. Rokningin var 26.000 krónur. Tey vóru í skundi komin til Føroya, fyri at vera saman við mammu Niels, sum hevði krabbamein og lá til tað síðsta. Mánadagin læt ein lítil framsýning við fimm stólum upp í Norðurlandahúsinum. Stólarnir standa á einum palli til vinstru í forhøllini. Heitið á framsýningini er Burðadyggir stólar . Vístir verða fimm stólar, sum hvør sær vunnu í landakapping hjá Norðurlandaráðnum um norðurlendska sniðgeving. Endamálið við kappingini var at skapa øktan áhuga fyri burðardyggari framleiðslu. Tá stólarnir vóru settir upp, sluppu vit saman við Heina Weihe, møblasniðgeva, at hyggja upp á stólarnar og royna at sita í teimum. Teir fimm stólarnir, vit umrøddu, vóru hesir Danski stólurin Coastal Furniture, sum Nikolaj Thrane Carlsen hevur sniðgivið, finski Clash 331, hjá Samuli Naamanka, íslendski KOLLHRIF hjá S lva Kristjánssyni, sum býr og arbeiðir í USA og hevur tikið støði í burðardygd í Portland og har um leiðir, norski H G Capisco, sum Peter Opsvik hevur sniðgivið, og svenski Petite hjá David Ericsson. Føroyar, Grønland og Áland vórðu ikki umboðað í kappingini, tá nú limaskapurin er sum hann her, men kortini er talan um eina áhugaverda lítla framsýning. Annika Weihe, sjúklingavegleiðari, sigur, at tað ikki altíð er gjørligt hjá teimum, ið koma til Danmarkar í sjúkraørindum, at hava egnan fylgjara við. Sjúklingavegleiðarin vísir á, at tey, sum blíva fylgjarar, kortini ikki skulu vera við samrøðum við lækna og onnur heilsustarvsfólk. Kunningarfundur um skipanina við sjálvbodnum verður á Sjúklingahotellinum Tórshavn, Venøgade 8, í kvøld, mikukvøldið 15.01.2020, klokkan 19 30, danska tíð. Og tá tað kemur til orð, sum hava okkurt at gera við at siga frá onkrum, taka tey flestu hvørjumfall, sigur Elin Henriksen, málkøn. Dømi Hann greiðir teimum frá, hvat hendi. Hon sigur vinkonuni eitt loyndarmál. Omma fortelur børnunum søgu. Hann kunnger teimum nýggjastu tíðindini. Tey boða hinum frá. Onkur teskar henni í oyrað. Men summi slík orð taka hvønnfall Vit kunna fólk um, hvussu tað verður gjørt. Hann kunnaði seg um málið. Hon upplýsir tey um teirra rættindi. Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum og Starvsmannafelagið skulu fáa greiði á nøkrum viðurskiftum, sum hava við sáttmálasamráðingarnar at gera, og síðani er ætlanin, at partarnir skulu hittast aftur í morgin. Sáttmálin, sum Starvsmannafelagið hevur við Fíggjarmálaráðið, fór úr gildi 1. oktober í fjør, og samráðingar hava verið síðani 17. oktober, tá fyrsti fundurin var. Jan Mortensen sigur, at partarnir eru samdir um onkur viðurskifti, men líkt er til, at lønarspurningurin er eftir at fáa greið á. Hvussu gongur við tí, vil stjórin á lønardeildini ikki gera viðmerkingar til. Umframt Starvsmannafelagið, hevur lønardeildin eisini havt samráðingar við Føroya Lærarafelag og felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Broytingin í grundlógini hevur millum annað við sær, at Putin kann halda fram sum forseti í Russlandi, eisini eftir at forsetaskeiðið er úti í 2024 Eftir galdandi reglum hevði ikki borið til hjá Putin at stilla uppaftur, tí hann hevur longur sitið fýra valskeið, sum grundlógin loyvir. Nýggi dagstovnurin verður niðan fyri plantasjuna við Gøtugjógv, og dentur er lagdur á náttúru, virkisføri og tað skapanarliga, skrivar heimasíðan hjá Eysturkommunu. Vit eru glað fyri at hava verið partur av fyrireikingini av nýggja dagstovninum, sum verður bygdur við okkara námsfrøðiliga arbeiðshátti fyri eyga, sigur Dagbjørt Ólavsdóttir, leiðari á dagstovninum við Gøtugjógv. Við at byggja á henda hátt verður sum minst tikið burtur av lendinum, og urtagarðurinvið trøum omanfyri kemur til sín fulla rætt, skrivar Eysturkommuna. Í Snipp snapp eru teknifilmar, ið eru ætlaðir smáum børnum. Hesaferð eru teknirøðirnar Sára og Dunna, Elias og L fyri lomb. Snipp snapp er hvørt mikukvøld, og hóskvøld og leygarkvøld og sunnumorgnar. Tann ólýdni fríhálsurin er heiti á ummæli, har Uni Arge viðger nýggju bókina um Nólsoyar Páll Poul P. Nolsøe Skúmisleiv og tjóðarhetja eftir Rolf Guttesen. Fimti ár eru liðin síðan Vesturvón kom á Sørvág. Jóan Pauli Joensen ummælti bókina Vesturvón, sum Jan Erik Simonsen hevur skrivað. Tað hevur leingi verið víst á avbjóðingarnar, sum tær hava. Fólkatalið er ein. Seinastu fimm árini er fólkatalið á hesum oyggjum minkað við góðum nýggju prosentum frá 235 fólkum niður í 216 fólk. Og tað er ikki bara seinastu árini, at fólkatalið er minkað, men tað er eitt rák, sum hevur verið leingi. Framleiðslan av grønari orku minkaði eitt vet í fjør samanborið við árið fyri. Samstundis vaks eftirspurningurin eftir orku munandi. Tað var visjonera ætlanin um, at í 2030 skal øll orka á landið koma frá varandi keldum, saman við nýggjum royndarskipanum, framsøkni og nýskapan í strembanini eftir at brúka grønu okru, sum tryggjaði SEV stóra heiðurin hjá Norðurlandaráðnum. Tí spyrja vit í dag um 2030 ætlanin enn er eitt realistiskt mál við vaksandi elorkutørvinum í samfelagnum, OG hvat skal til fyri at røkka málinum Innflytinging av rúsevnum kemur ikki bara í størri mongdum royndir hjá bæði Taks og løgregluni vísa, at smuglingin er alt meiri skipað. Eisini á taks hava tey varhugan av, at smuglingin av rúsevnum til Føroya er óvuliga skipað. Jens Kristian Olsen er toll leiðari á Taks Luttakarar Helgi Abrahamsen, Jørgen Niclasen, Jógvan Joensen, Óla Jákup úr Dímun, Jóhanna Maria Isaksen, Terji Nielsen, Jan Johannesen, Jens Christian Olsen, Birna í Hjøllum Hentze og Martin Kúrberg. Tað er júst kunngjørt á almennu handanini, sum í ár fer fram í Sjónleikarahúsinum í Havn. Hanus G. Johansen fær virðislønina við hesari grundgevingini Úrmælingurin og originali trubadururin Hanus G. Johansen hevur gjøgnum eina hálva øld spælt seg inn í hjørtuni á flestu føroyingum. Hanus G. er framúr vísutulkari, viðurkendur og høgt í metum langt út um landoddarnar. Hann er partur av teirri ríku norðurlendsku og føroysku fólkatónleikasiðvenjuni og er ein vísutulkari á hægsta stigi. Hanus G. skapar við sínum tulkingum eitt serligt huglag, og hann rakar heilt inn í fólkasálina við sínum hjartanemandi og hugtakandi framførslum, sum tíðum eru yndisligar, tíðum daprar og dramatiskar. Tónleikurin og tulkingarnar hjá Hanusi G. hava ríkað føroyskt mentanarlív í ríkiligt mát. Tónleikastarv hansara hevur verið við til at bera skaldskapin hjá mongum av okkara mætastu yrkjarum víðari til komandi ættarlið. Til dømis yrkingar hjá Tummasi N. Djurhuus, Bernhardi Brim og Hans Jacobi Glerfoss og eisini hjá norska skaldinum Jakob Sande. Eina heilt serliga støðu hevur skaldskapurin hjá Poul F. fingið gjøgnum tulkingar Hanusar. Hanus G. hevur við sínum vísutulkingum havt alstóran týdning fyri mentanararvin og fyri at flyta hann víðari til ungu ættarliðini. Fyri meistarligu tulkingarnar, vísurnar og tónasmíðið verður Mentanarvirðisløn landsins 2019 latin Hanusi G. Johansen. Rúsevni er ein vaksandi trupulleiki, tað kemur í stórum mongdum og royndir hjá bæði Taks og løgregluni vísa, at smuglingin er skipað. Millum børn og ung er rúsevnið lætt at fáa hendur á siga tey, sum arbeiða við fyribyrging. Í Bláakrossi arbeiða tey við avrúsing av ungum heilt niður 14 ára aldur. Tá er talan ofta um hasj, men tey sum brúka hasj hava næstan altíð roynt sterkari evnir sum MDMA, sigur Birna Í Hjøllum Hentze, sum arbeiðir við avrúsing og fyribyrging millum ung. Martin Kúrberg er leiðari á Frælsi, sum arbeiðir við ungum millum 18 og 24 ár. Hann vísir á, at tað eru stórir trupulleikar við blandingsmisbrúki í Føroyum, tí tað til tíðir er ógjørligt at fáa hendur á rúsevnum. Hoyr samrøður við Jan Johannesen, frá narkodeildini hjá løgregluni, Jens Christian Olsen, tolleiðara á Taks, Birnu í Hjøllum Hentze, sum arbeiðir við fyribyrging hjá Bláa Krossi og Martin Kúrberg, leiðara á Frælsi á Eigi Simme Arge Jacobsen slóðaði fyri innan føroyskan popptónleik og var millum tey fremstu í strembanini eftir at seta orð og ljóð á føroyskan popptónleik á føroyskum. Við løgunum hjá Simma og teimum fekk okkara samtíðar populertónleikur eitt hevdbundið orða og tónalag, ið ikki var til frammanundan. Hesin tónleikur var við til at mynda tónleikaúrvalið í Útvarpi Føroya frá byrjan, og við eitt hevði ungdómurin fingið eina rødd, ið eisini hevur víst seg at hava staðið ímóti tíðarinnar tonn. Løgini hjá Simma og teimum eru partur av grundarlagnum í modernaðum føroyskum populertónleiki í tíðarskeiðinum eftir Seinna Veraldarbardaga. Vit kenna tey øll, og tey verða sungin í felagsskapi og veitslulagi. Simme hevur verið ein drívmegi í føroyska tónleikalívinum líka síðani fimtiárini. Hann hevur verið tónlistamaður og sangskrivari, hevur sett á stovn tónleikaklubba og tónleikafelag, og eisini læt hann í 1959 upp tónleikahandil, sum enn í dag er til undir sama navni, Simme Musikkhús. Við handilsvirkseminum vísti Simme á, at tað ber til at gera tónleik og geva út á føroyskum, og við Simma gjørdist tónleikur eisini ein møguligur vinnuvegur. Simme hevur av sonnum gingið undan og hevur verið ein fyrimyndarligur stuðul og kveikjari í føroyska tónleikaumhvørvinum. Síðani 1982 hevur Leirkerið staðið fyri týdningarmiklum og mennandi starvi innan útgávu av andaligum tilfari bókum, sálmum og bløðum. Brøðurnir Zacharias Zachariassen og Flóvin Tyril eru persónarnir aftan fyri Leirkerið. Bókaútgávurnar eru nógvar í tali, og dentur hevur alla tíðina verið lagdur á góðan og vakran málsligan búna. Í áratíggju hevur Leirkerið staðið fyri einum vælumtóktum bókaringi, og skipað hevur verið fyri einum stórum savni av talgildum sangum, sálmum og tónum. Menninir aftan fyri Leirkerið hava yrkt, týtt og skrivað sálmar, sangir og bøkur, bæði fyri børn og vaksin. Leirkerið hevur eisini skipað fyri einum vælvirkandi nethandli og hevur í mong ár staðið fyri blaðútgávu. Miðvísa og stillføra virksemið brøðranna handan Leirkerið hevur birt uppundir, lívgað og ríkað stóra og týðandi partin av føroysku mentanini, ið trívist í kirkjum og samkomum runt landið. Tað hevur verið ein týdningarmikil íblástur og eggjan hjá mongum, og innihaldið í rúgvismikla tilfarinum, íroknað granskingar, ið lagt er úr hondum teirra, stendur og verður standandi sum ein týðandi varði í føroyska bókmentaheiminum. Sum landsstýrismaður í mentamálum havi eg gjørt av at heiðra Forlagið Leirkerið við serstakari virðisløn sum eina tøkk fyri áhaldandi og mennandi arbeiðið innan útgávu av andaligum tilfari. Mikukvøldið 15. januar vórðu árligu virðislønirnar til lista og mentafólk 2019 handaðar í Sjónleikarhúsinum í Havn. Tað var Jenis av Rana, landsstýrismaður við mentamálum, sum handar. Vertur er Páll Danielsen. Heiðursgáva landsins latin Simma Arge Jacobsen. Simme Arge Jacobsen fær Heiðursgávu landsins fyri at hava lagt grundarlag fyri øllum modernaðum populertónleiki í Føroyum eftir seinna heimsbardaga. Mentanarvirðisløn Landsins latin Hanusi G. Johansen. Hanus G. Johansen fær Heiðursløn landsins fyri sítt meistarliga tónasmíð og tulkingar av føroyskum yrkingum. Størsta minkingin var í Skúvoyar kommmunu, sjey prosent. Fólkatalið minkaði fimm prosent í Hovi og færri fólk vóru á Viðareiði, í Skopun, Porkeri og í Sumba 1. desember í fjør enn 1. desember í 2018. Fólkatalið minkaði 0,3 prosent í Sandoyar sýslu, men vaks í øllum øðrum sýslum í landinum. Størstur vøksturin í prosentum er í Eysturoynni, 2,5 prosent. Í fólkum er størsti vøksturin í Tórshavnar kommunu, har vóru 332 fleiri fólk 1. desember í fjør enn 1. desember í 2018. 1. desember í fjør búðu 52.067 fólk í Føroyum, 807 fleiri enn árið fyri. Amerikanska umboðsmannatingið hevur samtykt at ríkisrættarmál skal reisast ímóti Donald Trump, forseta. 228 atkvøður vóru fyri og 193 ímóti. Demokratarnir hava meirilutan í umboðsmannatinginum. Ríkisrættarmálið kann byrja í senatinum í næstu viku. Í senatinum eru 100 limir, av teimum eru 53 republikanarar. Og eingin av limunum siga seg stuðla einum ríkisrættarmáli ímóti forsetanum. Eftir reglunum skulu tveir triðingar av limunum vera fyri, um forsetin skal leggja frá sær. Formaðurin í fregnartænastunevndini í umboðsmannatinginum, demokraturin, Adam Schiff, skal standa á odda fyri einum bólki, sum skal virka sum ákæri í málinum. Demokratarnir vilja hava Donald Trump frá sum forseta, tí hann hevur misnýtt sítt embæti til at trýsta Ukraina til at kanna mál, sum kundu vera keðilig fyri fyrrverandi varaforsetan, Joe Biden, sum er demokratur. Biden er helst tann, sum kann geva Trump størst mótstøðu á forsetavalinum í heyst. Donald Trump er samstundis ákærdur fyri at arbeiða ímóti kongressini í málinum. Donald Trump hevur fleiri ferðir funnist at Adam Schiff, sum fyrr hevur verið almennur ákæri. Demkratarnir hava eisini mælt til, at Jerry Nadler, sum er limur í rættarnevndini í umboðsmannatinginum, eisini virkar sum ákæri í málinum. Heimsveðurstovnurin váttar, at 2019 var næstheitasta árið á jørðini, sum er mátað higartil. Bara 2016 var heitari, millum annað tí, at veðurfyribrigdið, El Ni o, var virkið. Miðalhitin kring knøttin var 1,1 stig hægri enn miðaltalið fyri seinnu hálvu av 19. øld, sigur Petteri Taalas, aðalskrivarin í veðurstovninum hjá ST, sambært DR. World Meteorological Organization hjá Sameindum tjóðum sigur, at heita veðrið fer at halda fram, og ávarar um óvanligt veður í ár og í framtíðini. Við mongdini av vakstrahúsgassi, sum kemur út í løtuni, eru vit á veg móti heitari tíðum, og tað verða millum trý og fimm stig heitari hesa øldina, sigur aðalskrivarin í heimsveðurstovninum. Prísurin á laksi heldur fram við at hækka, og hann hækkaði eisini frá viku eitt til viku tvey í nýggja árinum, skrivar heimasíðan, kyst.no. Prísurin hækkaði við níggju oyrum frá viku eitt til tvey, og prísurin var 78,44 norskar krónur fyri kilo, ella næstan 18 krónur hægri fyri kilo enn somu viku í fjør. Norskir alarar útfluttu góð 16.000 tons av laksi fyrstu vikuna av 2020, og tað var ein lækking uppá næstan sjey prosentstig, skrivar kyst.no. Í skrivinum sigur Boris Johnson, at fólkið á fólkaatkvøðuni í 2014 tók støðu til spurningin, og tí er ikki neyðugt við nýggjari fólkaatkvøðu. Nicola Sturgeon sigur, at hon hevði væntað at svarið fór at vera, sum tað var, men hon sigur seg fara at stríðast fyri, at skotar sjálvir skulu gera av, hvussu framtíðin skal skipast. Tað er brexit, sum hevur gjørt, at skotar vilja hava eina nýggja fólkaatkvøðu, tí á fólkaatkvøðuni um brexit í 2016 vóru skotar ímóti at fara úr ES, skrivar Ritzau. Møguleikarnir eru nógvir, og tá er óført at hava samstarv við eitt felag sum Smyril Line, sigur Elliði Vignisson við Fiskifr ttir. Varaforsetin í katalonska tinginum, Josep Costa, er komin til Føroya at millum annað luttaka á kjakfundi um politisku støðuna í Spania. Morgunsendingin bað í tí sambandi Kristinu Háfoss úr Tjóðveldi greiða frá, hví hon heldur, at katalonar skulu sleppa at atkvøða um loysing frá Spania. Danin, Peter Madsen, sum er dømdur lívs langa fonsulsrevsing fyri at hava dripið og skorið sundur svenska journalistin, Kim Wall, umborð á kavbáti sínum í august í 2018, er nú vorðin giftur við ungari kvinnu. Hetta er ikki nakað ókent fyribrigdi. Tað eru nógvir brotsmenn gjøgnum tíðina, ið eru vorðnir væl umtóktir millum kvinnur. Millum annað hevur drápsmaðurin, Peter Lundin, verið giftur við føroyskari kvinnu. Føroyska kvinnan greiðir frá, at í byrjanini var tað næstan sama kensla, sum tá man sær eina poppstjørnu. Eisini dugdi Peter Lundin væl við orðum, sum fekk hana at kenna seg væl. Tí tvey valevni eru. Súni Selfoss, sum er formaður nú, stillar upp, og Gunnar Hjelm, varaleiðari á ambulansatænastuni hjá Landssjúkrahúsinum, stillar eisini upp. Hann hevur verið í nevndini í Starvsmannafelagnum síðani 2000, tey seinastu fýra árini sum formaður. Súni Selfoss hevur starvast sum útvapsteknikari og savnsvørður í Kringvarpi Føroya. Tann flokkur, sum vinnur kappingina í Føroyum, fær eina ferð fyri allan flokkin til Danmarkar, har alt er goldið, tað vil siga ferð, matur, innivist og upplivingar. Evnið, sum flokkarnir í Føroyum skulu kappast um, er stríðið um markið millum Danmark og Týskland og politisku menningina frá 1864 til 1920. Elin Henriksen sigur, at surprise á føroyskum merkir at verða tikin á bóli, , at vera bilsin, ovfarin ella undrandi, men at einki føroyskt orð er fyri sjálvt navnorðið surprise ella surprise party . Um tað skal verða bóltøka, so eigur orðið at verða úttalað bøltøka , sigur Elin Henriksen, men hon vísir á, at tað kann verða misskilt og hildið at hava við ein bólt at gera. Orðið surprise finst ikki á føroyskum, og tí eru uppskotini kærkomin. Men tað er upp til føroyska málbrúkaran, um hesi verða brúkt ella ikki, sigur Elin Henriksen. Onnur evni í Málteiginum eru sagnorðini at geva og fóðra og hvørjum føllum tey stýra. Eisini viðgera vit bygdanøvn, at lívga seyði og orðið miriliga. Elin Henriksen greiðir frá, at í gomlum tekstum sæst miriliga viðhvørt stavað myrðiliga. Hetta seinna stendur í fø fø orðabókini, men vísir til miriliga, sum er nútíðar stavsetingin. Dømið í seðlasavninum er Teir svørja og banna so myrðiliga, at hvør maður, ið hoyrir illbønirnar, øtast við Nyholm Debess, Jólabók 1924 56 . Hóast leiðslan í Betri samtakinum metti Ben Arabo vera óegnaðan sum forstjóra, og at Ben Arabo ikki hevði rætt til fráfaringarsamsýning, so hevur Betri nú bakkað og góðtikið øll krøvini hjá honum. Ben Arabo sigur, at tað, sum hevur størstan týdning fyri seg, er, at hann er reinsaður fyri at hava mishildið sáttmálan við Betri samtakið. Súni Selfoss, sum er formaður nú, stillar upp, og Gunnar Hjelm, varaleiðari á ambulansatænastuni hjá Landssjúkrahúsinum, stillar eisini upp. Vladirmir Putin, forseti, vísti á gjár á Mikhail Misjustin at taka við sum nýggjur forsætisráðharri í Russlandi, og nú hevur russiska tingið góðkent hann sum stjórnarleiðara. Stjórnin hjá Dmitrij Medvedev legði frá sær í gjár. Medvdev verður nú limur í russiska trygdarráðnum, sum hevur stórt vald í landinum. Tá hann helt sína árligu røðu í tinginum í gjár, mælti Vladimir Putin, forseti, til at hava fólkaatkvøðu um russisku grundlógina, sum skal styrkja leiklutin hjá tinginum. Coronavirus er staðfest í Kina, men at tað fer at breiða seg víða, er lítið sannikt. Tí eiga vit ikki at stúra fyri hesum virusinum, sigur Shahin Ga ni, yvirlækni. Eisini hava vit eina samrøðu við Josep Costa, varatingformann í Katalonia, um loysingastríðið í Katalonia og nýggju stjórnina í Spania. Endamálið við felagnum er at økja um áhugan fyri kappríðing og rossahaldi, og fyrsta málið er at betra um karmarnar til venjing og kappingarvirksemið í økinum. Undantaksstøða er lýst í amerikanska statinum, Virginia, eftir at myndugleikarnir hava avdúkað ætlanir hjá einum hernaðarligum bólki at leypa á stjórnarbygningin í statinum. Avdúkaðu upplýsingarnar benda á, at bólkar hava ætlanir um at fremja harðskap í sambandi við eina mótmælisgongu fyri stjórnarbygningin, Capitol, í Richmond. Ralph Northam skrivar á twitter, at vápnað lið og harðrendir bólkar eisini úr øðrum statum hava ætlanir um at órógva demokratisku tilgongdina við harðskapi. Á høgravíðgongdum kjaksíðum verður tosað um, at mótmælisgongan mánadagin kann verða byrjanin til harðrenda kollvelting í USA, skrivar The Daily Beast. Herda vápnalóggávan fer millum annað at hava við sær, at vápn kunnu verða tikin frá fólki, sum verða hildin at vera vandamikil fyri onnur. Hanus G. Johansen, Simme Arge Jacobsen og forlagið Leirkerið vóru heiðrað í gjárkvøldið, tá virðislønir landsins vóru lætnar. Og tónleikaligi parturin av heiðurslønunum setir sín dám á Nón hendan seinnapartin. Hanus G. Johansen fekk Mentanarvirðisløn landsins fyri meistarligu tulkingarnar, vísurnar og tónasmíðið. Hanus G. Johansen og vinmaðurin Rudolf Joensen vitja útvarpsstovuna. Heiðursgáva landsins varð latin Simma Arge Jacobsen fyri hansara slóðbrótandi tónleikastarv, har hann altíð hevur gingið undan og stuðlað. Vit fáa orðið á Simma, og Suni Merkistein og Bjørn Hentze Bech koma at tosa um týdning Simma í føroyskum tónleiki. Tað verður formansval á skránni, tá limirnir í Starvsmannafelagnum, Føroya størsta fakfelag, hittast til aðalfund í Smæruni 7. mars. Tað er Gunnar Hjelm, ið hevur bjóðað sitandi formanninum Súna Selfoss av. Gunnar Hjelm er 55 ára gamal og býr í Havn. Hann er varaleiðari á ambulansutænastuni á Landssjúkrahúsinum og hevur fyrr verið álitismaður og felags álitismaður í Danmark. Súni Selfoss er eisini 55 ára ára gamal og býr í Sørvági. Hann hevur verið í nevndini í Starvsmannafelagnum síðani 2000, tey seinastu 4 árini sum formaður. Súni Selfoss hevur starvast sum útvapsteknikari og savnsvørður í Kringvarpi Føroya. Við umleið 2.000 limum er Starvsmannafelagið størsta fakfelagið á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Felagið er fakfelagið hjá starvsfólkum, ið starvast hjá almenna Føroyar. Felagið hevur sáttmála fyri starvsfólk, sum arbeiða hjá landi, kommunum og interkommunalum felagsskapum. Haraftruat hevur felagið sáttmála fyri starvsfólk í almennu partafeløgunum Posta og Føroya Tele. Sáttmálapartarnir á arbeiðsgevarasíðuni eru ávíkavist Fíggjarmálaráðið MMR , Kommunala Arbeiðsgevarafelagið KAF og Føroya Arbeiðsgevarafelag FAG . Føroyingar skulu ikki gjalda fyri at ganga í haganum, men tað skulu útlendingar. Tað siga bæði landstýrismaðurin, sum umsitur ferðavinnuna og bøndirnir, sum fyrsta dagin koma við eini skipan sum ferðafólk skulu keypa sínar ferðir ígjøgnum. Helgi Abrhamsen, landsstýrismaður í Vinnumálum, var eisini greiður á máli, tá hann var í breddanum í síðstu viku. Føroyingar skulu ikki gjalda, men tað skulu útlendingar. Hvussu tað heilt ítøkiliga skal skipast vildi landsstýrsimaðurin ikki siga nakað um. Eftir seinna valið, sum var í november mánaði, eydnaðist tað loksins Pedro Sanchez at skipa stjórn, sum ikki hevur meirilutan ímóti sær. 167 atkvøddu fyri og 165 ímóti honum. Costa er úr einum av stóru loysingarflokkunum í Katalonia, sum tó atkvøddi ímóti Sanchez. Samgongufelagirnir hjá Costa úr Katalonia atkvøddu tó blankt, og tryggjaðu harvið Sanchez sessin sum forsætisráðharri. Tað verður formansval á skránni, tá limirnir í Starvsmannafelagnum, Føroya størsta fakfelag, hittast til aðalfund í Smæruni 7. mars. Tað er Gunnar Hjelm, ið hevur bjóðað sitandi formanninum Súna Selfoss av. Felagið er ov lítið í samfelagskjakinum og leiðslan er ov fjar frá gerandisdegnum hjá limunum, metir Gunnar Hjelm. Súni Selfoss vísir tvørturímóti á, at talan er um eitt virkið felag og lovar, at hann fer at stríðast fyri eini 37 viku arbeiðsviku. Við umleið 2.000 limum er Starvsmannafelagið størsta fakfelagið á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Felagið er fakfelagið hjá starvsfólkum, ið starvast hjá almenna Føroyar. Føroyingar skulu ikki gjalda fyri at ganga í haganum, men tað skulu útlendingar. Tað siga bæði landstýrismaðurin, sum umsitur ferðavinnuna og bøndirnir, sum fyrsta dagin koma við eini skipan sum ferðafólk skulu keypa sínar ferðir ígjøgnum. Helgi Abrhamsen, landsstýrismaður í Vinnumálum, var eisini greiður á máli, tá hann var í breddanum í síðstu viku. Føroyingar skulu ikki gjalda, men tað skulu útlendingar. Hvussu tað heilt ítøkiliga skal skipast vildi landsstýrsimaðurin ikki siga nakað um. Hóast leiðslan í Betri samtakinum metti Ben Arabo vera óegnaðan sum forstjóra, og at Ben Arabo ikki hevði rætt til fráfaringarsamsýning orsakað av hesum, so hevur Betri samtakið nú bakkað í sakarmálinum við fyrrverandi forstjóran. Vit hoyra Harpurímu, Dansifelagið í Havn, Sigmund í Hoyvík skipar. Brot úr Fuglakvæðnum, nólsoyingar kvøða brot úr fyrra og seinra tátti, Einar Jacobsen skipar. Jákup á Møn, fyrri helmingur, Norðstreymoyingar Dansifelag saman við limum úr Tøkum Lætt og Dansifelagnum á Látrinum kvøða, Dávur Emil Samuelsen skipar. Ole Morske, nólsoyingar, Einar Jacobsen skipar. Kong Sverke, Leikum Fagurt, Eyðun Mohr Viderø skipar. Stolt Signhild, Dansifelag Kaggans og Tøkum Lætt, Anna Petersen skipar. Og Blakman Konge, dansur á Bryggjubakka, Poul Eide skipar. Aarhusbólkurin BAEST sær seg sjálvan sum eina lítla familju. Limirnir í bólkinum fara frá familjuni, unnustum, sum eru upp á vegin, børnum og starvi, tí teir fara eina ferð um Evropa. Í 18 dagar skulu teir búgva og ferðast í bussi. Klára teir ferðina uttan at gerast óvinir, og hvussu fáa teir familjulívið at hanga saman við lívinum á landavegnum Hvat bagir, tá tú fert at missa hárið í stórum lokkum, og hvat kann feila, tá ógvisligt krím ikki linkar Hvør finnur flest rættar sjúkuavgerðir, royndir læknar ella vanlig fólk við teldu Ársins fyrsta veitsla í studentaskúlanum. Dimitrios er 3.g ari, og endiliga hevur hann møguleika at skora ein muss. Dimi heldur saman við teimum kulu dreingjunum í skúlanum, teir síggja allir gott út, teir duga væl at imponera genturnar, eru góðir í ítrótti og hava góðan stíl. Men sjálvur kennir hann seg sum the underdog í bólkinum. Hann er tann, sum ikki plagar at skora, og sum altíð endar við at drekka seg ov fullan, í staðin fyri at vera kulur. Fer tað at geva Niels ta lukkukensluna, sum hann vónar, og hevur tað verið ómakin vert Og Martin fær sína fyrstu bóking, men okkurt gongur heilt galið. Dan Jørgensen, danskur oljumálaráðharri, boðar nú frá, at honum tørvar meira tíð til, at taka støðu til málið, og hevur tí útsett avgerðina um víðari leiting eftir olju. Talan er um áttanda umfar av útboði av rættindunum at leita eftir olju og gassi í Norðsjónum. Loyvini vara til 2050. Tað eru meira enn 40 ár liðin, síðani danska stjórnin gav tey fyrstu loyvini, at leita eftir olju og gassi í Norðsjónum. Nýggju loyvini geva feløgum seks ár at leita eftir olju og gassi og síðani 30 ár at fáa tað til høldar. Í 2018 vóru inntøkur hjá danska statskassanum frá olju í Norðsjónum átta milliardir krónur. IEA byggir metingina á, at Altjóða Valutagrunnurin, IMF, roknar við, at vøksturin í heimsbúskapinum verður 3,4 prosentstig í ár samanborið við til trý prosentstig í fjør. Tað eru lond sum USA, Noreg, Guyana og Brasil, sum syrgja fyri, at nóg mikið av olju er á marknaðinum, eftir at londini í OPEC, saman við Russlandi, gjørdu av at minka sína sølu av olju. IEA væntar, at londini, sum ikki eru limir í OPEC, fara at økja sína sølu av olju í ár við 2,1 millión tunnur, harav fer USA at selja 1,1 millión tunnur um dagin. Oljuprísurin hækkaði eftir iraksku rakettálopini á støðir í Irak, men hann er síðani lækkaður aftur, niður í 64 dollarar fyri tunnuna. Men støðan í Miðeystri ger, at serliga londini uttan fyri OPEC eiga at hava nógva olju á goymslu, um viðurskiftini í Miðeystri versna, sigur altjóða orkustovnurin, IEA í frágreiðingini. Í røðuni róði Vladimir Putin eisini fram undir ætlanina um at hava eina fólkaatkvøðu at broyta grundlógina, so tjóðartingið fær størri vald. Í 2017 stóð forsetavalið millum Marine Le Pen og Emmanuel Macron. Ta ferðina vann Emmanuel Macron ein tryggan sigur, men Marine Le Pen hevur ikki mist mótið. Emmanuel Macron hevur brynjað seg til forsetavalið, men hann skal ikki sleppa at stilla upp einsamallur, segði Le Penn í fráboðanini, sambært heimasíðuni Politico. Kanningin, sum Fíggjareftirlitið gjørdi av Betri Banka í fjør, sigur, at bankin eigur at bjálva seg betur. Kanningin vísir, at leiðsluskifti, bygnaðarbroytingar og førleikamissur hava havt við sær óstøðug viðurskifti í bankanum. Bankin fekk boð um at tryggja sær, at nóg nógv orka verður sett av til váðastýring. Bankin skal hækka solvenstørvin í minsta lagi eitt hálvt prosentstig, ella umleið 32 milliónir krónur, til tess at standa ímóti váða. Hetta millum annað orsakað av nógvum leiðslubroytingum, bygnaðarbroytingum og førleikamissi. Fíggjareftirlitið vil ikki nágreina málið, men svarar í telduposti til Kringvarpið, at mannagongdin hjá Fíggjareftirlitinum er ikki at gera viðmerkingar til frágreiðingar, sum verða gjørdar eftir eftirlitsvitjan. Miðlar og almenningurin annars kunnu útvega sær vitan um kanningar hjá Fíggjareftirlitinum gjøgnum frágreiðingarnar, sum tær eru, sigur Fíggjareftirlitið. Orsøkin til atfinningarnar hjá Fíggjareftirlitinum at Betri banka er, at fleiri fakleiðarar og millumleiðarar fyri nøkrum árum síðani vórðu fluttir úr bankanum og upp í móðurfelagið. Í dag letur Marius nýggjan sang og video úr hondum. Falli til jarðar er heitið, og hetta er aftur eitt samstarv ímillum Hans Marius Ziska og Hans Jacob Kollslíð. Um tekstin í sanginum stendur í tíðindaskrivi, at hann á ein hátt stendur í andsøgn við nýmótans framleiðsluna, og við hesum sanginum í huga, skilir tú væl tann ummælaran, sum fyri nøkrum árum síðani varð freistaður til at umtala Marius sum Mystiski Marius. Ofta eru tað tilverunnar stóru spurningar, sum kanska ikki fylla so nógv í nútíðarinnar útvarpsvinarliga popptónleiki, ið Marius Ziska hættar sær at fara í holt við í sínum sangum, og nýggja staklagið ger júst tað. Í fyrsta versi verður elligamla myndin um at koma yvir um ánna nýtt, í øðrum versi verður staðfest, at einstaklingurin má sjálvur læra seg at síggja, og í niðurlagnum verður sungið um ein djúpan longsul eftir onkrum størri. Vivian Sjóðklett og Rógvi Dam hava seinastu tíðina verið í 4.flokkunum í skúlanum á Fløtum. Endamálið var at trívast og at basa happing. Herálvur Joensen, aðalstjóri í frá umhvørvis og vinnumálaráðnum, sigur við R7, at setanatilgongdin er byrjað, og tilráðingin verður klár hjá landsstýrismanninum at taka støðu til í næstu viku. Hvussu er miðlanýtslan broytt seinastu 10 árini og hvørji eru útlitini Eldru ættarliðini velja útvarp og sjónvaro, men tey yngri enn 45 ár velja aðrar miðlar. Gestir Ivan Niclasen, stjóri KvF, Rúnar Reistrup, nevndarformaður, Martin N. Simonsen, miðlafrøðingur og Katrin Petersen, samskiftisfólk. Arbeiðsbólkurin, sum skal lata landsstýriskvinnuni tilmæli um átøk at at seta í verk á bústaðarøkinum, bleiv ikki liðugur til tíðina. Arbeiðið verður væntandi liðugt í hesum mánaðinum, sigur Regin Hammer, fulltrúi í Almannamálaráðnum og formaður í arbeiðsbólkinum. Sambært arbeiðssetninginum skal bólkurin koma við ítøkiligum uppskotum til, hvussu útboðið av bústøðum kann økjast kring landið, skjótast gjørligt. Eisini skal bólkurin koma við uppskotum tum alternativar fíggingarmøguleikar, sum kunnu seta gongd á byggingina av luta og leigubústøðum, og sum betra um møguleikarnar at seta búgv uttanfyri miðstaðarøkini. Og sum tað fjórða skal bólkurin koma við uppskotum um, hvussu øll bústaðarbygging kann verða javnsett í treytum tað veri seg leigu , luta , eigarabústaðir og sethús. Almannamálaráðið, Fíggjarmálaráðið, Bústaðir, umboð fyri privatar útleigufyritøkur, áhugafelagið Búgva, Vinnuhúsið, Kommunufelagið og fíggingarstovnarnir eru umboðað í arbeiðsbólkinum. Tríggir menn, tveir danir og ein føroyingur, eru varðahaldsfongslaðir í stórum rúsevnismáli, og eitt nevningating skal døma í málinum. Eg eri ógvuliga fegin, men hetta lá als ikki í kortunum tá, sigur Simme Arge Jacobsen, sum í vikuni fekk Heiðursgávu landsins fyri sítt slóðbrótandi virksemi fyri føroyskan popptónleik. Og at Simme er slóðarin fram um aðrar eru Suni Merkistein og Bjørn Hentze Bech sannførdir um. Suni Merkistein gjørdu sendirøðina Minnist tú enn um søguna hjá rútmiskum tónleiki í Føroyum, og Bjørn Hentze Bech ger sendingina Afturljóð, sum spælir og viðger eldri tónleik. Eg havi bara bíða eftir hesum hetta mátti koma. Tað er upplagt, at hann fær hesa stóru virðislønina, sigur Suni Merkistein. Hann hevur veruliga uppiborið tað, tí hann er hesin stóri slóðbrótarin, og tað er øgiliga nógv, sum liggur eftir hann, sigur Bjørn Hentze Bech. Eftir ein steðg báðumegin ársskiftið, er Við Tórði á túri aftur í luftini mánadag klokkan 17.05. Við mikrofonini vitjar Tórður Mikkelsen bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Jens Jákup Hansen hevur gjørt upptøkurnar, har hann fylgir við fjallmonnunum, tá teir sleptu seyðunum, tá teir fóru aftur eftir teimum um heystið og til krovini vóru hongd í hjallin Air Greenland hevur gjørt avtalu við flogverksmiðjuna Airbus um eitt nýtt flogfar av slagnum A300 800 neo, sum skal brúkast á farleiðini millum Grønland og Keypmannahavn. Stjórin í Air Greenland, Jacob Nitter Sørensen, sigur, at nýggja flogfarið verður bíligari í rakstari, tað brúkar minni brennievni og hevur minni Co2 útlát. Øll munnu kenna, hvussu tónleikur kann skapa eina kenslu av sælu, fáa hárini at reisast ella festa í onkur gomul minni. Kann tónleikur veruliga skapa eydnu. Og hvat er tað, sum hendir í heilanum, tá ið vit hoyra tónleik. Hesa vikuna hava vit viðgjørt eydnu sum hugtak. Hoyr samrøðuna við Sunleif Rasmussen Tríggir lokalir popparar hittast var heitið á almennum tiltaki í Skótahúsinum í Runavík í mentanarvikuni tann 22. apríl, 2019. Óli Poulsen, Hans Poulsen og Niclas Johannesen, allir úrmælingar innan tónleikaframleiðslu, hittust í Skótahúsinum í Runavík, fyri at práta og hugleiða um hetta at framleiðatónleik. Hvør framleiðari hevði valt sangir hjá hinum, ið vórðu spældir og viðgjørdir frammanfyri einari vælupplagdari áhoyrarafjøld, sum eisini slapp framat vi spurningum til teir tríggjar tónleikaframleiðararnar. Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti, sigur, at firðirnir eru fullir, og tí ber illa til at økja um alingina í Føroyum, uttan so at fleiri møguleikar verða brúktir. Ein av kendastu karakterunum í ræðufilmsheiminum ella bert filmsheiminum sum heild, er góði, gamli greivi Dracula. Bram Stoker skapti karakterin heilt aftur í 1897, júst tá filmurin eisini varð borin í heim, og líka síðani hevur Dracula havt ein týðandi leiklut í filmsheiminum. Vampýrsøgan um Dracula er at finna í óteljandi sendirøðum og filmum. Nú er hann so aftur aktuellur í styttri sendirøðini á Netflix Dracula . Hesaferð er tað manningin handan vælumtóktu bretsku krimisendirøðina Sherlock , Mark Gattis og Steven Muffat, sum hava skapt sendirøðina, og danski sjónleikarin Claus Bang, sum spælir greivi. Sendirøðin Dracula er ein roynd at endurtulka frumsagnina um Dracula og bera hana inn í samtíðina, so at hon samstundis kennist upprunalig og endurnýggjað. Júst hetta eydnaðist sera væl við Sherlock Holms sendirøðini, men tað er eitt stórt ivamál, um tað eisini er eydnast við Dracula . Tað finst ein rúgva av sonevndum Holocaust filmum, ið snúgva seg um hópdráp av jødum undir øðrum veraldarbardag. Teir allar flestu filmarnir eru álvarsamir og óhugnaligir, men av og á kemur ein sera øðrvísi tulking av hesum sorgarleiki, ið fór fram. Seinast var við skemti dramafilminum Livet er smukt eftir Roberto Benigni í 1997, sum fekk Oscar fyri besta film. Nú skal tann uppskriftin roynast aftur við svarta skemtifilminum JoJo Rabbit , sum Nýsælandski filmsleikstjórin og skemtarin Taika Waititi hevur skrivað og leikstjórnað. Waititi er mest kendur fyri vampýr satiruna What We Do In The Shadows og stóra Marvel filmin Thor Ragnarok , men nú átekur hann sær leiklutin sum Hitler sjálvur. Danski, familju drama filmurin, De forbandede r , gongur fyri seg undir øðrum veraldarbardaga í Danmark. Tað er danski leikstjórin Anders Refn, sum hevur skrivað og leikstjórnað filmin. Anders Refn bleiv kendur fyri krimi dramaðið Strømer í 1976 og hevur millum annað klipt bæði Antichrist og Breaking the Waves eftir Lars Von Trier. De forbandede r roynir at spæla uppá teir kenslubornu streingirnar, tá filmurin roynir at lýsa, hvussu ríka familjan Skov fyriheldur seg til týsku innrásina í Danmark undir øðrum veraldarbardaga. Tann pensjónin, sum kundar hjá Lív og Betri Pensjón sjálvi hava spart upp, verður útgoldin í trimum. Fyrst fáa allir pensjónistar 15 prosent útgoldið sum eingangsupphædd, tá ið tey koma um pensjónsaldur. Síðani verður ein partur útgoldin yvir 10 ár. Men tey seinastu 45 prosentini, sum øll fáa útgoldið sum lívrentu til tey doyggja, gera mun á kynunum. Tí har fáa kvinnur 10 prosent minni útgoldið enn menn. Orsøkin er, at kvinnur væntast at liva longri. Vit fara tvær ferðir aftur til annan veraldarbardaga. Bæði í siðvanda, danska familju drama filminum De forbandede r , og í svarta skemtifilminum JoJo Rabbit. Í heyst skrivaði Tórshavnar Bigband út kapping at skriva verk fyri orkestrið. 3. januar í ár var freistin farin, og inn vóru komin átta nýskrivað verk. Frumframførslur av verkunum verða á Vetrarjazzi 1. februar. Tað kvøldið verða vinnararnir kosnir. Vinnarin fær 30.000 krónur, nummar tvey fær 15.000 krónur og nummar trý fær 5000 krónur. Erling Fles er løggildur sálarfrøðingur. Í hesum myrku tíðum gevur hann góð ráð um sálarheilsu. Umframt at fáa nóg mikið av beinleiðis sólarljósi er týdningarmikið at hava heilsugóðan lívsstíl. Vikuskiftissendingin var á gátt hjá Erling. Hetta innslagið er ein longd útgáva í mun til ta, sum var í útvarpinum. Smápartafelagið Jarðir hevur gjørt avtalu við smápartafelagið Hiking um, at Jarðir keypa hiking.fo og heimabeiti.fo frá Pól Sundskarði. Heimsins partabrøv kastaðu í miðal okkurt um 29 prosent av sær í fjør. Virkislánsbrøv stóðu seg eisini væl, avkastið var millum fimm og tíggju prosent. Og blíðari tónar í handilskrígnum millum USA og Kina í heyst gjørdu, at partabrævamarknaðirnir settu nýggj met í november og desember 2019. Tann, sum søkir um starv sum duravørður, skal vátta, at viðkomandi veit, hvat stendur í matstovulógini, rúsdrekkalógini og í politiviðtøkunum. Kunngerðin sigur eisini, at tann, sum setur duravørð í starv, skal geva duravørðinum arbeiðsklæði, har tað týðiliga sæst, til dømis við at prenta orðið Duravørður á klæðini, at viðkomandi er duravørður. Arbeiðsgevarin skal eisini vissa seg um, at duravørðurin kennir rýmingarleiðirnar á staðnum og dugir at brúka alla eldsløkkingarútgerð á staðnum. Og duravørðar skulu, meðan teir eru til arbeiðis, hava samleikaprógv uppi á sær og skulu, eftir umbøn, vísa gestum og myndugleikum hetta. Jórun sigur sjálv, at hon altíð hevur verið dreingjalig og dámað væl at rokast. Eisini sum vaksin hevur hon verið full í orku og allatíð vilja okkurt meir enn tað, sum hon hevur tikist við. Hon er útlærd sum bakari og hevur í fleiri ár átt og rikið Bakaríi hjá Jórun. Eisini hevur hon hevur vant fitness og bodybuilding síðani 2008 og hevur luttikið í fleiri kappingum. Smápartafelagið Jarðir hevur gjørt avtalu við smápartafelagið Hiking um, at Jarðir keypa hiking.fo og heimabeiti.fo frá Pól Sundskarði. Gissur Patursson og Bárður á Lakjuni vitja í leygardagssendingini, og við sær hava teir tvær søgur í part, har onnur er sonn, meðan teir pella í hinari. Men hvør er sanna søgan, og nær pella teir Tað er spurningurin. Við einari greining hjá danska tjóðbankanum sum keldu, sigur Starsvmannafelagið, at reallønin hjá limum felagsins er vaksin minni enn hjá øðrum føroyingum. Síðani í oktober í fjør hava Starvsmannafelagið og Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum samráðst um nýggjan lønarsáttmála fyri tann, sum fór úr gildi 1. oktober í fjør. Jórun Larsen Mørkøre er boðin til Kaffiduss. Aftaná eru Katrin Kallsberg, Allan Dalsgarð og Elsa Berg í Kjakaríinum, og at enda pella Bárður á Lakjuni og Gissur Patursson. Eyðfinn Jensen og Mirjam Pætursdóttir eru vertir. Hvítu Húsini hava almannakunngjørt hvørjir verjarnir hjá Donald Trump vera í Ríkisrættarmálinum móti forsetanum, skrivar The Guardian. Millum verjarnar teljast Alan Dershowitz, sum var verji hjá dømda kynmisbrotsmanninum, Jeffrey Epstein, og Kenneth Starr, treiski ákærin, sum stóð á odda fyri kanningunum, sum leiddu til ríkisrættarmálið móti fyrrverandi forsetanum, Bill Clinton. Umboðsmannatingið, sum dróg Donald Trump fyri ríkisrættin, hevur nú handað Senatinum málið, har rættarmálið endar við eini atkvøðugreiðslu um, hvørt Trump skal sleppa at halda fram sum forseti ella ikki. Rættarmálið fer helst at vara í minst tvær vikur, og bæði núverandi og fyrrverandi ráðgevar hjá forsetanum, sum ikki fyrr hava úttalað seg, fara møguliga at vitna. Donald Trump er ákærdur fyri at hava misnýtt sítt embæti til at trýsta Ukraina til at kanna mál, sum kundu verða keðilig fyri fyrrverandi varaforsetan, Joe Biden, sum er demokratur. Ein meiriluti í senatinum upp á tveir triðingar krevst, um Donald Trump skal koyrast frá sum forseti. Flestu politisku viðmerkjararnir meta, at hann situr tryggur í forsetasessinum, tí republikanararnir hava meirilutan í Senatinum. Vóru dáturnar ikki fluttar í tryggari karmar í uttanhýsis ambætara, høvdu teldusníkarnir tá í september 2018n fingið fult vald á øllum føroyskum økisnøvnum á netinum. Hetta stendur í viðmerkingunum um uppskotið um økisnøvn á netinum, sum er gjørt í Umhvørvis og Vinnumálaráðnum og sent til hoyringar. Ráðið sigur, at hendingin í september 2018 vísti, at neyðugt er at løgskipa økið, skipa umsitingina við lóg og at seta trygdina í fokus. Tað er minni enn eitt hálvt ár síðani, at bulgarska kvinnan setti seg í stjórastólin hjá Altjóða gjaldoyragrunninum, og nú rópar hon longu varskó. Undir einari røðu á Peterson Institute of International Economics í Washington ávaraði hon í gjár um, at heimsbúskapurin er í vanda fyri at verða raktur av einari kreppu, ið kann sammetast við búskaparligu heimskreppuna í 1929. Kristalina Georgieva stiðjar seg til nýggja gransking hjá Altjóða gjaldoyragrunninum. Tann granskingin samanber búskaparligu støðuna í heiminum beint nú við kreppuna í 1929, sum førdi við sær eina altjóða búskaparkreppu, og sum vísir, at eitt líknandi rák kann vera á veg. Stjórin í Altjóða gjaldoyragrunninum vendir millum annað eyguni móti Stóra Bretlandi og ójavnvágina innan fyri landamørkini. Tí ímeðan ójavnvágin í londum er blivin minni og minni tvey tey seinastu áratíggjuni, er ójavnvágin í Bretlandi bara blivin størri. Í Stóra Bretlandi eiga tíggju prosent av fólkunum til dømis líka so nógv, sum tey fátækastu 50 prosentini. Og soleiðis er støðan eisini yvirskipað í øllum OECD londunum, har ójavnvág í inntøkum og ognum seta nýggj met Hetta er uppá fleiri mátar órógvandi og minnir um heimskreppuna í byrjanini av 20. øld, sum førdi við sær eina búskaparliga vanlukku, sigur stjórin í Altjóða gjaldoyragrunninum. Kristalina Georgieva ávaraði eisini um, at nýggjar dagsskráir sum veðurlagskreppan merkja, at tey næstu 10 árini mest sannlíkt verða merkt av samfelagsligari órógv á fíggjarmarknaðinum. Hon spáar, at vaksandi óvissan kemur at seta sín týðiliga dám á áratíggju, sum júst er byrjað. Harumframt undirstrikaði hon, at tað hevur stóran týdning, at ábyrgdin hjá fíggjarheiminum ikki verður gloymd, tá tað kemur til ójavna. Tí hóast heimsbúskapurin er komin fyri seg eftir fíggjarkreppuna í 2008, er kreppan fyri nógv ung í Evropa ongantíð endað, her ein av fýra er í vanda fyri at enda í fátækradømi. Tað eru nú boraðir tilsamans 1.080 metrar í tunlinum, sigur Dánjal Pauli í Búðini, byggileiðari hjá Articon, sum stendur fyri arbeiðnum at gera tunnilin. Í byrjanini var tilfarið vánaligt, tá talan fyri tað nógva var um samanpressaðan leir, men nú er tilfarið gott at arbeiða við, sigur hann. Boringin í Hvalbiartunlinum byrjaði seint í august, og í løtuni er arbeiðið nakað framman fyri tíðarætlanina. Tunnilin skal eftir ætlanini verða liðugur um tvey ár. Tunnilin verður 2.524 metrar langur, tað eru 100 metrar longri enn Hovstunnilin er. Afturat tunlinum skulu eisini gerast 2,3 kilometrar av vegi hvalbiarmegin og 900 metrar trongisvágsmegin. Talið á fólkum, sum hava fingið coronavirusið í Kina, er nógv størri, enn almennu tølini vilja vera við. Tað siga bretsk vísindafólk við bretska kringvarpið, BBC. Eg eri nógv meira stúrin, enn eg var fyri einari viku síðani, sigur smittuverjufrøðingurin Neil Ferguson sambært BBC. Men, tað er kortini ov tíðliga at ávara um støðuna, sigur professarin. Tað eru vísindafólk á Imperial College í London, sum hava skrivað eina frágreiðing, sum varð kunngjørd í gjár. Coronavirus er eisini staðfest í Tailandi og Japan. Í báðum førunum høvdu fólkini vitjað í kinesiska stórbýnum Wuhan. Myndugleikarnir halda, at tað nýggja virusið kemur frá einum fiskatorgi í kinesiska býnum. Higartil eru ikki tekin um, at virus smittar frá fólki til fólk, men hetta kann ikki heilt avvísast, siga kinesisku myndugleikarnir. Tey eru øll í 20 árunum, ungu tingfólkini Hervør Pálsdóttir úr Tjóðveldi og Ingilín Strøm úr Javnaðarflokkinum, og tær kappast móti Beini Johannesen úr Fólkaflokkinum og Bjarna Kárason Petersen úr Framsókn. Tað var í gjár um 14 tíðina, at vaktar og bjargingarskipið Tjaldrið kom á Havnina við báðum partrolarunum. Orsøkin er, at illgruni er um, at bæði skipini hava fiskað ólógliga á stongdari leið norðanfyri Fugloynna. Vørn og løgreglan høvdu fólk umborð á skipinum í gjár, har meting varð gjørd av veiðuni og útgerðini. Umframt, at Heykur og Falkur kunnu væntað sær eina bót, verður eisini ein partur av virðinum av veiðuni tikin inn, sigur Vørn. Fáa Heykur og Falkur eina bót, skulu teir rinda hana ella stilla garanti fyri bótarupphæddini, áðrenn teir sleppa at loysa frá kei aftur. Heimasíðan Heimabeiti.fo hevur gjørt eitt yvirlit yvir grindir, sum hava lagt beinini síðani 2013. Talið av grindum er sera ymiskt frá ári til ár. 2017 er met árið. Har var skinnatalið 9396, og tali av grindahvalum var 1203. Og 2019 var ein framgongd frá 2018. Tí í 2019 var skinnatalið 5462, hvalirnir 682 í tali, meðan skinnatalið í 2018 var 4675, og hvalirnir 524 í tali. Heimabeiti.fo veit eisini at siga, at síðani 1928 hevur grind lagt beinini á hvørjum ári uttan í 2008, tá eingin grind varð hildin til. Hvannasund sigur meti sum tann hvalvágin, sum hevur hildið flest grindir til frá 2000 til 2017. Har hava í alt 21 grindir verið hildnar til í hesum tíðarskeiði. Prins Harry og hertugafrú Meghan kunnu ikki longur brúka síni kongligu heiti. Tað skrivar bretska kongshúsið í einum tíðindaskrivi, sambært BBC. Orsøkin er, at tey gevast at arbeiða fyri kongshúsið. Harry og Meghan fara heldur ikki longur at fáa árliga gjaldið, sum tey kongligu fáa at liva av. Parið boðaði í síðstu viku frá á sosiala miðlinum instagram, at tey siga kongligu skyldirnar frá sær og vilja liva eitt meiri sjálvstøðugt lív. Harry og Meghan hava millum annað sagt, at nógva uppmerksemið frá bretsku miðlunum seinastu tvey árini, eru ein av orsøkunum. Harry og Meghan skulu eisini gjalda peningin aftur, sum er farin til at endurnýggja heimið hjá teimum, Frogmore Cottage í Windsor. Tað snýr seg um umleið 2,4 milliónir pund, sum er meira enn 20 milliónir krónur í okkara peningi. Harry og Meghan fara framvegis at búgva í Frogmore, tá ið tey eru í Bretlandi. Drotning Elizabeth segði í tíðindaskrivinum, at Harry, Meghan og sonur teirra, Archie, fara altíð at vera limir í familjuni, og hon viðurkennir avbjóðingarnar, sum tey hava havt av nógva uppmerkseminum seinastu tvey árini. Hon stuðlar avgerðini hjá teimum, og takkar teimum fyri arbeiðið, tey hava gjørt. Myndugleikarnir hava stongt fleiri vegir í Queensland, sum eru undir í vatni, og í New South Wales, sum hevur verið meint rakt av skógareldum, fór streymurin í gjár eftir eina illfýsna nátt. Myndugleikarnir hava stongt fleiri tjóðarlundir og ferðafólkamál, og fleiri býlingar eru undir í vatni. Men talan er ikki um stórvegis skaðar. Forsætisráðharrin, Scott Morrison, segði mánadagin, at stjórnin hevur oyramerkt tvær milliardir australskar dollarar umleið níggju milliardir í okkara peningi eftir herviligu skógareldarnar herfyri. Harumframt eru 50 milliónir australskir dollarar svarandi til 230 milliónir krónur settir í grunnar, ið skulu tryggja, at lívfrøðiliga margfeldni í náttúruni verður bygt uppaftur. Noomi Kunoy Heradóttir og Markus Vazques úr føroyska taekwondo felagnum Hwarang Føroyar gjørdust norðurlendskir meistarar til NM í taekwondo í Noregi um vikuskiftið. Høgni Kunoy Dávason, sum í fjør bleiv norðurlendskur meistari í aldursbólkinum 15 17 ár, megnaði ikki at endurtaka bragdið í ár, nú hann luttók í vektbólkinum undir 63 kilo. Høgni Kunoy Dávason hevur sjúkuna cystisku fibrosu, og venjarin hjá Høgna sigur við in.fo, at hann var als ikki upplagdur á degnum. Stjórin í IMF heldur, at partsavtalan, sum Kina og USA undirskrivaðu mikudagin, fer at hjálpa upp á altjóða búskaparvøksturin og ótryggleikan. Gjaldoyragrunnurin hevur roknað út, at spentu handilsviðurskiftini fara at kosta 0,8 prosent av alheims bruttutjóðarúrtøkuni, ið svarar til 700 milliardir dollarar. Fyrsti parturin av handilsavtaluni eru góð tíðindi fyri altjóða handil og vøkstur, og hjálpir eisini til at gera búskapin hjá Kina støðugan. Kina legði fríggjadagin fram vakstrartølini fyri 2019. Búskaparvøksturin var 6,1 prosent, sum er tann tann lægsti í samfull 29 ár, skrivar Reuters. Donald Trump sigur í formliga skrivinum, at ákærurnar eru eitt vandamikið álop á fólkaræði. Somuleiðis sigur skrivið, at ríkisrættarliga ákæruritið er ein álvarslig roynd at ávirka forsetavalið í 2020. Donald Trump er triði forsetin í USA, sum nakrantíð hevur fingið eitt ríkisrættarmál ímóti sær. Hann er skuldsettur fyri valdsmisnýtslu og at forða fyri arbeiðnum hjá amerikonsku kongressini. Hann hevur noktað seg sekan í øllum ákærum og sigur málið móti honum er ein svikagerð. Í Umboðsmannatinginum hava demokratarnir meirluta, og tað er Umboðsmannatingið, sum hevur reist ríkisrættarmálið móti forsetanum. Í amerikanska Senatinum er tað republikanski flokkurin hjá Donald Trump sum situr við ræðið, og tað er Senatið sum skal gera av, um forsetin verður dømdur og frátikin forsetaembætið. Tað skal ein breiður meirluti til tveir triðingar í Senatinum, fyri at døma forsetan. Tað eru 100 senatslimir, og 67 teirra skulu atkvøða fyri, um Donald Trump skal finnast sekur í ákærunum. Demokratarnir hava einans 47 umboð í Senatinum, meðan Republikanararnir hava 53 umboð. Sostatt verður væntað av flestu serfrøðingum, at forsetin verður reinsaður fyri ákærurnar, tá ið samanum kemur. Vága Floghavn er gjørd til at taka ímóti 400.000 ferðafólki árliga. Tað varð upprunaliga mett, at ferðafólkatalið fór at raka 400.000 í 2025, men nú árið 2019 er farið kann staðfestast, at í 2019 fór ferðafólkatalið uppum tað fóru í alt 424.000 ferðafólk um flogvøllin í fjør. Tað gevur stórar avbjóðingar fyri flogvøllin, sigur Regin I. Jacobsen, stjóri á flogvøllinum. Tí longu í 2025 væntast ferðafólkatalið at vera komið upp á 600.000 árliga, og í 2030 verða tað væntandi 800.000 ferðafólk, sum ferðast um Vága Floghavn árliga. Økti ferðafólkastreymurin hevur fingið leiðsluna í Vága Floghavn at seta eina heildarkanning í verk av, hvat skal til, fyri at nøkta tørvin. Tann kanningin verður liðug um nakrar vikur, og tá ætlar Vága Floghavn sær at gera eitt tilmæli til Landsstýrið um, hvørjar útbyggingar og broytingar skulu til. Líkini verða kannað fyri at finna deyðsorsøkina, men tað verður hildið, at líkini eru fryst í hel, tí tey vísa tekin um hypotermi, ella niðurkøling. Flogfarið er eitt amerikanskt hernaðarflogfar, sum í 1973 neyðlendi á strondini í Íslandi, tí brennievnið bleiv uppi. Restir av flogfarinum eru framvegis á strondini, og tað er vorðið eitt ferðafólkamál í Íslandi. Magni Mohr, professari í arbeiðs og ítrottarfysiologi, og starvsfelagið hansara Peter Krustrup hava, saman við øðrum, fingið játtað 10 milliónir krónir til gransking. Tað er Novo Nordisk grunnurin, sum hevur latið peningin til Team Danmark at umsita. Novo Nordisk grunnurin lat 100 milliónir kr, og Magni Mohr og starvsfelagarnir hava so fingið 10 av teimum milliónir krónur Endamálið við granskingini er at kanna, hví hvíldartíðirnar eru ymiskar til ymiska ítrott og at leggja venjingarnar og hvílitíðirnar betur til rættis. Royndir verða gjørdar við rottum, har fysiologiska støðan, sum vøddakyknan hjá menniskjum kemur í eftir dystir í intervalítrótti, verður endurskapað. Síðan verða líknandi kontrolleraðar laboratoriukanningar við menniskjum í Keypmannahavn, har somu mekanismur verða kannaðar í somu støðu. Kvinnur fáa minni útgoldið sum lívrentu av pensjónini, enn menn. Tað verður gjørt munur á kynunum, tí kvinnur væntast at liva longri. Hesum er mann farin frá í ES, men Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður á økinum, hevur ongar ætlanir um at broyta hetta í Føroyum. Tann pensjónin, sum kundar hjá Lív og Betri Pensjón sjálvi hava spart upp, verður útgoldin í trimum. Fyrst fáa allir pensjónistar 15 prosent útgoldið sum eingangsupphædd, tá ið tey koma um pensjónsaldur. Síðani verður ein partur útgoldin yvir 10 ár. Men tey seinastu 45 prosentini, sum øll fáa útgoldið sum lívrentu til tey doyggja, gera mun á kynunum. Tí har fáa kvinnur 10 prosent minni útgoldið enn menn. Orsøkin er, at kvinnur væntast at liva longri. Fyrrverandi forkvinnan í javnstøðunevndini, Katrin Kallsberg, segði í Degi og Viku fríggjakvøldið, at hon heldur ikki, at tað er rættvíst at gera mun á kynunum. Helgi Abrahamsen sigur tó, at málið varð væl viðgjørt, áðrenn tey komu til hesa niðurstøðuna. Hann leggur afturat, at tað eru ongantíð øll, sum halda eina skipan vera rættvísa. Sum nú er, verður føðingin sett í gongd, tá ið kvinnur hava gingið tvær vikur yvir tíð. Men burðarlæknar og serlæknar í kvinnusjúkum, vilja seta ein arbeiðsbólk at kanna, um ein vika skal vera markið. Tað skrivar DR. Forkvinnan í felagnum fyri danskar burðarlæknar og serlæknar í kvinnusjúkum, Hanne Brix Vestergaard, sigur, at alt bendir á, at tað burdi verið broytt. Hon vísir millum annað á svensku granskingina, sum varð gjørd her fyri, tá ið seks børn doyðu, áðrenn granskingin varð steðgað. Tá varð roynt at lata barnakonur ganga longri enn tveir vikur yvir tíð. Tær meta ikki, at færri børn verða deyðfødd, um tíðin verður stytt, og harafturat kann tað elva til trupulleikar fyri móður og barn at verða sett í gongd, tí hjáárin eru av heilivágnum, sum verður nýttur at seta í gongd við. Í Danmark verða umleið 15.000 barnakonur settar í gongd um árið, meðan talið hækkar upp í umleið 19.500 barnakonur, um tíðin verður stytt eina viku. Ein arbeiðsbólkur fer eftir ætlan at kanna, um tað eru fleiri fyrimunir ella vansar við hesum, og tilmælið verður í fyrsta lagi klárt síðst í 2020. Hvønn morgun til føstulávint dansa næmingar í skúlanum á Giljanesi. Tey hittast við trappuna í stásiliga skúlanum, hvønn morgun klokkan 11.05. Í ár kvøða tey Seyðamaðurin á Sondum. Felagið segði í hoyringarsvari sínum, at nógv heilt serligt rúsdrekka, til dømis rom og whiskey, viðhvørt er beint omanfyri 60 prosent. Ferðavinnufelagið mælti til, at skeinkiloyvini eru bíligari, men prísurin er tann sami sum í uppskotinum, sum varð sent í hoyringar. Ein av stuðulsflokkunum í stjórnini hjá Ernu Solberg, forsætisráðharra, fer kanska at taka seg úr samgongustjórnini, skrivar norska kringvarpið, NRK. Orsøkin til misnøgdina í Framburðsflokkinum er, at Noreg avgjørdi at taka eitt sjúkt barn heim úr Sýria í fjør, men umframt hetta barnið varð eitt systkin hjá hesum barninum og mamman eisini tikin heim til Noregs. Edmund Joensen sigur, at Ríkispolitiið hevur ikki gjørt nóg stórar íløgur í avlurting í Føroyum, kt skipanin hjá politinum í Føroyum er avoldað, politiið hevur brúk fyri betri umstøðum til skotvenjing og skjótari atgongd til EIS skrásetingina. Í hesum døgum stríðast tey á Glasi við at leggja seinastu hond á sangleikin Cabaret, sum verður frumframførdur leygardagin. Finnur Koba vitjaði Glasir fríggjakvøldið, tá tey gjørdu seg til reiðar at hava allarfyrstu gjøgnumgongdina av sangleikinum. Kenda amerikanska dagblaðið, New York Times, vísir nú á, hvønn blaðið heldur er besta boðið at gerast valevni hjá demokratiska flokkinum til forsetavalið í heyst. Heldur óvanligt brýtur blaðið nú við eina 160 ára gamla siðvenju, og vísir ikki bara á eitt, men tvey valevni. Og blaðið mælir lesarunum til at seta krossin við annaðhvørt Amy Klobuchar ella Elizabeth Warren. Elizabeth Warren vil draga flokkin og samfelagið til vinstru, og hevur millum annað fleiri ferðir mælt til strangari eftirlit við virkseminum hjá fíggjarheiminum á Wall Street. Amy Klobuchar hoyrir til meira semjusøkandi partin av demokratiska flokkinum. Hon hevur undir valstríðnum serliga lagt dent á størri vælferð fyri allar borgarar og eitt grønt orkuskifti. New York Times vrakar sostatt báðar oddamennirnar í stríðnum hjá demokratiska flokkinum at gerast forsetavalevni, Joe Biden og Bernie Sanders. Í grundgevingini verður víst á, at blaðið heldur teir báðar verða ov gamlar. Bernie Sanders er 79 ára gamal, og Joe Biden er 77 ára gamal. Tey seks føroysku frystilínuskipini, sum eru farin á Flemish Cap, koma hagar í dag, øll uttan Jógvan I, sum longu er komin á Flemish Cap. Streymúrtøkan frá sólorkulundini í Sumba hevur verið góð, hóast skipanin varð sett upp í november og hevur roynt seg á myrkastu árstíð. Eisini hevur sólorkuskipanin klárað seg væl í illveðrinum, ið hevur gjørt um seg í januar. Í næstu tingsetu er ætlanin at broyta Kringvarpið. Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður, sum hevur svarað Beintu Løwe, løgtingskvinnu. Hon spurdi, hvørjar broytingar, ætlanin er at gera í Kringvarpinum. Jenis av Rana nevnir nakrar broytingar, sum hann hevur hug at gera. Lýsingarnar skulu burtur, og lógin um kringvarpsstýrið skal eftirmetast, so at vit fáa avpolitiserað og professionaliserað stýrið, sum Jenis av Rana sigur í svarinum. Beinta Løwe spurdi eisini, um ætlanin um at býta Aktueltdeildina í tvær deildir, eina sjónvarpsdeild og eina útvarpsdeild, sum skulu kappast. Tað er stuttligt at ganga til bogaskjóting, siga Óli, Natasja og Gunnar Lukas. Tey ganga til bogaskjóting í felagnum, sum eitur Vágaskot Miðvingurin lat ongan iva vera um, at hann er besti innirógvari í danska kongaríkinum, tá kappast varð um danska meistaraheitið í inniróðri um vikuskiftið. Bartal Klein Olsen var komin úr Danmark at hjálpa Kyndli móti Neistanum, og tað var ein góð avgerð, tí hann gjørdist toppskjútti í grannauppgerðini, sum Kyndil vann 22 20. Badmintonsamband Føroya heitir á føroysku badmintonfeløgini, at fáa sær fulltíðar venjarar. Soleiðis kunnu venjingartímarnir gerast bæði fleiri og betri. Men tað eru ikki øll feløg, ið hava eins lætt við at fáa venjarar og venjingartímar. Nóa Rúnason, Bára Wang Olsen, Bergur Robert Dam Jensen og Sarita Kristina Hansen vunnu gull, meðan Elisabet A. Sigurðsson, Niels Juul A. Poulsen, Magnus P. Midjord og Sarita Kristina Hansen vunnu silvur. Elisabet A. Sigurðsson og Magnus P. Midjord fingu eisini hvør sítt triðja pláss. Sí øll tey føroysku úrslitini í talvuni niðanfyri. Pláss Navn Teinur Bólkur Úrslit 1 Nóa Rúnasson 2 minuttir D 12 531 metur 2 Elisabet A. Sigurðsson 3 minuttir G 13 781 metur 2 Niels Juul A. Poulsen 3 minuttir D 13 806 metur 1 Bára Wang Olsen 4 minuttir G 14 1.028 metur 6 Regin M. Hendriksen 4 minuttir D 14 1.071 metur 2 Magnus P. Midjord 4 minuttir D 14 1.112 metur 6 Petur Fróðason 2.000 metur D 15 07.11.7 7 Mattias Durhuus 2.000 metur D 16 06.52.4 2 Sarita Kristina Hansen 2.000 metur 30 39 lw 07.27.3 1 Bergur Robert Dam Jensen 2.000 metur 30 39 lw 06.38.1 1 Nóa Rúnason 100 metur D 12 00.20.7 3 Elisabet A. Sigurðsson 200 metur G 13 00.41.7 6 Niels Juul A. Poulsen 200 metur D 13 00.40.2 6 Bára Wang Olsen 200 metur G 14 00.42.3 4 Regin M. Hendriksen 200 metur D 14 00.39.0 3 Magnus P. Midjord 200 metur D 14 00.37.2 11 Petur Fróðason 200 metur D 15 00.35.9 7 Mattias Durhuus 200 metur D 16 00.35.1 1 Sarita Kristina Hansen 1000 metur 30 39 lw 03.36.6 1 Bergur Robert Dam Jensen 1000 metur 30 39 lw 03.09.5 Johan Dahl, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, sigur, at tað er umráðandi, at boriútgerðin ikki fer úr Suðuroynni, men at hildið verður fram at bora Fámjins tunnilin. Noomi Kunoy Heradóttir og Markus Davidsson Vazquez vunnu hvør sítt norðurlendska meistaraheiti í Oslo um vikuskiftið. Umframt meistaraheitini, fingu Dávid á Lakjuni, Oda Weihe, Jógvan á Lakjuni og Signar Hansen hvør sítt triðja plásss. Í hvussu so er ein teirra er eisini skuldsettur fyri harðskap, tí hann royndi at hjálpa einum øðrum dreingi, sum maðurin í húsunum hevði tikið. Talan var um eina sivila handtøku, sigur politiið. Teir fýra dreingirnir eru skuldsettir fyri at skjóta tvær rakettir, sum festu í eina stóra plantu, ein baraldarrunn, sum stóð við úthurðina. Siv Jensen, politiskur leiðari í Framburðsflokkinum, sigur, at flokkurin hevði einki ímóti at loyva børnunum at sleppa aftur til Noregs, men Framburðsflokkurin ger ikki neyðsemjur við fólk, sum hava havt samband við yvirgangsfelagsskapir. Barbara Hentze í Stórustovu, forkvinna í Leikarafelag Føroya, sigur í stuttari viðmerking, at tað er alneyðugt við nýggjum hølum, sum eru bygd til leiklist. Hølisumstøðurnar á Meiarínum eru vánaligar og tað gongur út yvir trygd og trivna og avmarkar eisini, hvussu leiklistin fær ment seg. Viðvíkjandi tí, at nokk av hølum og pallum eru bygdir seinastu árini, so er tað eingin loysn. Hesi høli eru ikki bygd til leiklist og tað, ið leiklistin krevur. Hartil ber ikki til hjá leiklistini at leiga hesi høli í langa tíð, tí tey eru bygd til onnur endamál. Í Noregi ber ikki til at hava val í ótíð, og tí er mest sannlíkt, at Framburðsflokkurin verður stuðulsflokkur hjá stjórnini hjá Ernu Solberg, forsætisráðharra, sigur Jógvan Hugo Gardar. Eysturoyartunnilin skal eftir ætlan verða klárur at taka í brúk í desember í ár, men í løtuni er óvist, um arbeiðið fer at halda tíðarætlanina. Teitur Samuelsen, stjóri í partafelagnum Eystur og Sandoyartunlar, sigur, at enn er ov tíðliga at staðfesta, um arbeiðið verður liðugt til ásetta tíð, men hann ásannar, at tíðarætlanin er knøpp. Mikladalsmaðurin Markus í Norðnástovu greiðir frá ymiskum, ið eyðkennir Mikladal. Umframt kópakonuni, greiðir hann millum annað frá søgnini um fyrsta motorin í Føroyum ella møguliga í verðini. Tað var mikladalsmaðurin Andrassarsímin, sum gjørdi hann í einari smiðju í heimbygdini. Markus greiðir eisini frá gomlu smiðjuni í Norðnástovu og hann hevur ein dreym um at fáa lív í eldsmiðjuna aftur. Ragna Glerfoss er hørm um, at allar postadressurnar í Mikladali eru broyttar. Hon meinar, at adressan skuldi verið tann sama sum húsini, tí øll hús í bygdini hava navn. Aslaug í Norðnástovu er fegin um at nógv fremmandafólk koma til bygdina, tí fá fólk búgva her. Summarhúsini skapa eisini lív í bygdini, tí fleiri av teimum sum eiga tey, eru nógv í Mikladali, sigur hon. Jógvan Sámal Heldarskarð greiðir frá arbeiðnum at gera gamla pakkhúsið niðri á bakkanum til eina kaf . Valið stóð millum Airbnb og at hava eina kaf , sum kann bjóða mongu fremmandafólkunum okkurt til matna. Konan Sigrun og hann valdu tað seinna. Tey vóna at kaf in verður klár í summar. Jákup Marnar Anthoniussen er í ferð við at gera meira parkeringspláss í Mikladali. Hann sigur, at her í Mikladali er støðan rímiliga góð, men á Trøllanesi er alt ov lítið parkeringspláss til øll fremmandafólkini og tað hevur skund at gera meira. Bjørg í Norðnástovu, sum í summar verður tekniskur studentur, dámar sera væl friðin í heimbygdini. Hon ferðast hvønn dag ímillum Mikladal og Klaksvík. Bjørg fær ofta spurningin, um hon ikki keðir seg í Mikladali. Men hon heldur at tey sum spyrja, keða seg helst meira enn hon Hin,i sum greiða frá í sendingini, eru Ragna Glerfoss, Aslaugi Norðnástovu, Jógvan Sámal Heldarskarð, Jákup Marnar Anthoniussen og Bjørg í Norðnástovu. Tað var ein avbjóðing hjá Ragnu Vilhelmsdóttir at fara frá familjuni og dagliga virkinum í Klaksvík og flyta til Suðuroyar at ganga á heilsuskúla. Sí innslag í Degi og Viku og samrøðu við Mary Antonsdóttir, forkvinnu í heilsuhjálparafelagnum, sum var gestur í sjónvarpsstovuni. Tað vísir ein nýggj svensk kanning, sum almenna svenska útvarpið hevur umrøtt. Samstundis sum krabbamein ger av við alsamt fleiri fólk í Danmark, Bretlandi, Hollandi og Fraklandi, er viðgerðin dýrkað í stórum. Nú brúka londini í Evropa 134 milliardir krónur meir til viðgerð fyri krabbamein, enn tey gjørdu fyri 10 árum síðani, vísir kanningin. Orsøkin er ikki bara, at fleiri fáa krabbamien, men prísurin á heilivágnum er dýrkaður alt ov nógv, sigur Nils Wilking, á stovninum fyri heilsu og samfelagsøkonomi í Lund, ið er ein av teimum, sum hevur gjørt frágreiðingina. Hann sigur beinleiðis, at prísurin er uttanfyri alt rímiligt mark. Hækkingin í prísunum seinastu 10 árini er órímilig og kann ikki góðtakast, sigur Nils Wilking við svenska útvarpið. Vit mugu finna eina betri skipan, so tey, ið eru sjúk, fáa viðgerð sum skjótast. Tí eigur eisini ein prísskipan at verða gjørd, sigur hann. Fólk í Evropa gerast eldri, og tí verða eisini fleiri tilburðir av krabbameini. Men tað er ikki einasta orsøkin, tí ein orsøk er eisini, at viðgerðin verður betri, og tí hækka prísirnir, skrivar svenska útvarpið. Kanningar í ES londunum vísa eisini, at fleiri, sum fáa krabbamein, verða frísk, og hjá øðrum ger heilivágurin, at tey liva longri. Undirsjóvartunlarnir fáa skjótt loyvi til at brúka vakmyndatól og loyvi til at fáa elektroniskar stakupplýsingar úr akfarskránni hjá Akstovuni. Eitt lógaruppskot er gjørt og er til hoyringar í løtuni. Eingin lógarheimild er nú. Undirsjóvartunlarnir eru bygdir eftir og fylgja norskum trygdarreglum. Í teimum eru vakmyndatól við í trygdarkrøvunum, tá tunlar eru longri enn tríggjar kilometrar, og ferðslan í miðal er størri enn 2.000 akfør um dagin. Feløgini P f Eystur og Sandoyartunlar, P f Vágatunnilin og P f Norðoyatunnilin hava brúk fyri vakmyndatólum fyri at kunna krevja inn gjøldini fyri at koyra gjøgnum tunlarnar, sigur Fíggjarmálaráðið, sum eigur lógaruppskotið. Teir báðir tunlarnir, sum eru lidnir, hava vakmyndatól. Men sambært Dátueftirlitinum er neyðugt sambært lóg frá 1988, at tunnilsfeløgini hava lógarheimild til at hava vakmyndatól. Í lógunum um undirsjóvartunlarnar stendur ikki beinleiðis, at feløgini hava loyvi til at brúka vakmyndatól ella kunnu fáa upplýsingar úr akfarsskránni hjá Akstovuni. Tí er brúk fyri einari lóg, sum sigur tað, sigur Fíggjarmálaráðið. Tað fer at standa í integratiónslógini, sum landsstýrið er í ferð við at gera. Tað segði Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, í gjár, tá Útlendingastovan tók integratiónsportalin í nýtslu. Hann segði, at hetta at duga føroyskt er í flestu førum ein fyritreyt fyri, at útlendingar kunnu uppihalda sær sjálvum og vera við í samfelagnum á jøvnum føti við onnur. Men ein treyt er eisini ein rættur, segði Helgi Abrahamsen. Hann segði, at útlendingar, sum flyta til Føroya at búgva, hava rætt til góða undirvísing í føroyskum. Tí verður frálæran í føroyskum styrkt. Síðan 2012 hava í miðal 46 útlendingar fingið varandi uppihaldsloyvi um árið. Flestu loyvini vórðu latin í 2017, tá vóru tey 71. Í 2016 vórðu bara níggju loyvi latin, tí tað árið var málsviðgerðartíðin munandi longri enn vanligt. Hetta eru fólk, sum hava annan ríkisborgararætt enn norðurlendskan. Tveir nevndarlimir í Meginfelagi útróðrarmanna hava klagað Høgna Hoydal, fyrrverandi landsstýrismann í fiskivinnumálum, til Landsstýrismálanevndina hjá løgtinginum. Óli Jacobsen og Sámal Eyðstein Debes hava klagað, tí teir siga, at Høgni Hoydal hevur fyrisitið fiskirættindi í fiskidagaskipanini uttan heimild. Teir siga, at fiskidagar eru fluttir frá trolarum til trolbátar, sum hava fiskað á leiðum, har sum trolarar ikki hava loyvi til at fiska. Óli Jacobsen og Sámal Eyðstein Debes siga eisini, at hvørki Fiskima lara ðið ella Vørn hava víst til ítøkiligar lógara setingar ella til aðra heimild, har henda kollvelting í fyrisitingini er loyvd. Fyrrverandi ovastin fyri Interpol, kinesarin Meng Hongwei, er dømdur 13,5 ára fongsulsrevsing fyri at hava tikið ímóti umleið14 milliónum krónum í mutri. Seinni kunngjørdu kinesisku myndugleikarnir, at Hongwei var í varðhaldi hjá teimum, tí hann var undir illgruna fyri valdsmisnýtslu, misbrúk av almennum pengum, og fyri ikki at virða avgerðir hjá kommunistaflokkinum. Semingsstovnurin hevur nú fingið tilfar frá Starvsmannafelagnum og Fíggjarmálaráðnum um sáttmálasamráðingarnar, sum slitnaðu fríggjadagin. Við yvirtøkuni av heimasíðuni hiking.fo metir Jarðir seg hava loyst trupulleikarnar við óskipaðari gongd í haga. Men er loysnin nú so einføld Í dag kunnu fólk úr ES londunum uttan stórvegis hóvasták koma til Føroya at arbeiða, men skipanin skal víðkast til eisini at fevna um aðrar heimspartar, heldur Vinnuhúsið. Hóast skúlaárið verður komið væl áleiðis tá, verður flutt í nýggja skúlan í Klaksvík eftir páskir, í staðin fyri at bíða til næsta skúlaár byrjar. Nú er Sjúrðarkvæðið nýtulkað úr einum kynjafrøðiligum sjónarhorni. Tað er Brynhild Kamban, sum hevur gjørt umfatandi arbeiði at greina og tulka søguna. Samgongan í Tórshavnar býráð, Fólkaflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn, er ósamd um um spurningin, um ein felags brennistøð skal byggjast fyri alt landið. Bergun Kass, býráðslimur, sigur, at hon vil hava eina óhefta kanning, sum staðfestir, hvat er best fyri skattgjaldaran í Tórshavnar kommunu. Fimm umsóknir komu til starvið sum leiðari á fíggjardeildini, 18 umsóknir eru til starvið sum deildarleiðari til starvsfólkadeildina, og átta umsóknir eru til starvið sum deildarleiðari fyri virkisdeildina. Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki sigur, at stórur eftirspurningur er eftir arbeiðsmegi í løtuni, og hetta ávirkar serliga talið av umsóknum til fíggjardeildina, men stjórin sigur seg vera fegnan um tær umsóknirnar sum eru komnar. Hann leggur aftrat, at stórir møguleikar eru at gera seg galdandi, tá so stórar bygnaðarbroytingar verða gjørdar, sum nú eru í umbúna á Landsverki. Tilgongdin at viðgera umsóknirnar byrjar nú, sigur Sigurd Lamhauge, og hann væntar, at nýggju deildarleiðararnir byrja í starvinum seint í vár ella tíðliga í summar. Tær verða brúktar í eitt nú gosfløskum til at píska róma, men samstundis frættist eisini úr okkara grannalondum, at hesar patrónir vórðu brúktar sum rúsandi evni millum ungfólk. Táverandi landstýrismaðurin í vinnumálum, Poul Michelsen, segði í summar, at arbeitt varð við einum lógaruppskoti, sum skuldi geva landsstýrismanninum heimild í kunngerð at hava eftirlit við innflutninginum og søluni av hesum patrónum. Tí eru í løtuni ongar avmarkingar á søluni av láturgasspatrónum í Føroyum, tó at onkrir handlar av sínum eintingum hava avmarkað søluna. Norska stjórnin verður umskipað, eftir at Framburðsflokkurin rýmdi úr stjórnini í gjár. M.a. skal stjórnin hava nýggjan fíggjarmálaráðharra og nýggjan fiskimálaráðharra. Erna Solberg, forsætisráðharri, fer í dag á fund við umboð fyri Vinstra og Kristiliga Fólkaflokkin, sum eru eftir í stjórnini, saman við Høgra, og flokkarnir skulu semjast um at tilnevna sjey nýggjar ráðharrar. Tá Erna Solberg tók við sum forsætisráðharri í 2013, vóru 18 ráðharrar í stjórnini, men talið varð økt upp í 21, tá Kristiligi Fólkaflokkurin kom upp í stjórnina í fjør. Framburðsflokkurin fór úr stjórnini, tí flokkurin segði seg ikki kunna góðtaka, at Noreg tók eina 29 ára gamla norska pakistanska kvinnu, við tveimum børnum, heim úr Sýria. Kvinnan hevði virkað fyri Islamskum Stati. Eftir avgerðina hjá Framburðsflokkinum, boðaði Erna Solberg frá, at hon ætlar at vera sitandi sum forsætisráðharri, men at talan verður um eina minnilutastjórn. Stjórnin hevur 61 av teimum 169 sessunum í stórtinginum, eftir at Framburðsflokkurin við sínum 27 umboðum fór úr stjórnini, skrivar NTB. Í útgávuni lýsir hon við egnum orðum og løgum júst undran sína á alt tað góða, ið Gud gevur okkum menniskjum. Á útgávuni eru 14 sangir, sum eru framleiddir í Føroyum, Danmark og í Svøríki. Nógvir góðir tónleikarar og sangarar eru við á útgávuni, millum annað føroyski maður hennara, Jan Zachariassen, sum spælir bass og gittar á øllum sangunum. Tekstirnir á útgávuni eru upprunaliga skrivaðir á svenskum, men eru síðani týddir til føroyskt av Onnu D. Háberg. Hetta triðja útgávan hjá Malin. Tann fyrsta útgávan, Drekk av vatninum kom út fyri 20 árum síðani, og tann næsta, Eg vil fylgja , í 2003. Vit spæla millum annað nakrar sangir av hesi útgávu í sendingini. Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, sigur, at roynt verður at útvega lendi til teirra, sum ætla at byggja, men tað tekur tíð. Ákæruvaldið krevur, at bæði Effo og Landsverk verða dømd at gjalda bót fyri brot á umhvørvisverndarlógina, og at bæði Effo og Landsverk hava ábyrgdina av oljulekanum. Tann, sum eigur lendið, ið varð dálkað, krevur endurgjald, og Tvøroyrar kommuna vil eisini hava endurgjald fyri uppruddingarrbeiði. Turið Horn, forkvinna í náttúru og umhvørvisnevndini í Tórshavnar býráð, mælir til at byggja eina felags brennistøð fyri alt landið. Tað vakti ans, tá ið Jenis av Rana valdi at lata Leirkerinum eina serstaka virðisløn, nú mentanarvirðislønir landsins vóru latnar. Vit práta við annan stovnaran, Flóvin Tyril um upprunan, avrikið og mentanarliga týdningin hjá Leirkerinum. Amerikanskt tíðarrit gevur nýggjum føroyskum hotelli ans. Vit hoyra, hvussu arkitekturin Mayfinn Norðoy upplivur at tekna og byggja eitt hotel. Hetta og meira afturat í Nón í dag. Hoyrið sendingina her Býráðssamgongan í Tórshavnar kommunu fer ikki at leggja uppskot fram um eina felags brennistøð fyri alt landið á býráðsfundinum 30. januar, sum ætlanin annars var. Soleiðis sigur Flóvin Tyril, sum tók ímóti serstøku virðislønini, sum Jenis av Rana valdi at lata Leirkerinum, tá ið mentanarvirðislønir landsins vóru latnar. Nakað av kjaki hevur verið um virðislønina, men tað leggur hann einki í. Heilt frá ungum árum hava vit verið málsliga tilvitaðir, tí føroyskt var so at siga eitt niðurundirkomið mál. Vit vildu hava broyting í, og vit vildu gera okkara íkast til tað, greiðir hann frá. Endamálið hevur øll árini verið at bera boðskapin, og sum Flóvin Tyril tekur til, er tað einki dulsmál, at teir hava umboðað brøðrasamkomuna. Tað er eisini mentan, heldur hann. Hoyr samrøðuna við Flóvin Tyril her, har hann eisini greiðir frá sínum upphavi og orsøkini til, at hann halgaði stóran part av lívi sínum til andaliga bókaútgávu. Tað skal vera lættari hjá føroyskum arbeiðsgevarum, at fáa útlendska arbeiðsmegi. Tað sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag, nú arbeiðsloysið er niðri á 0,8 prosentum. Í 2014 hækkaði løgtingið markið fyri, nær faklærdir ES borgarar kunnu ferðast frítt inn í landið fyri at arbeiða til, at arbeiðsloysið skal vera 6 prosent fyri faklærd 3,5 fyri ófæklærd Men seinastu árini hevur arbeiðsloysið ligið langt undir markinum fyri nær ES borgarar kunnu ferðast frítt til landið og í dag eru 1.697 útlendingar skrásettir at vera búgvandi í Føroyum. Tá telja útlendingar, sum hava fingið varandi uppihaldsloyvi ikki við. Av hesum knapt 1.700 útlendingunum, sum eru skrásettir at búgva her heima eru 880 úr Evropa undantikið norðurlond og tað eru fyri tað mesta menn. 466 eru úr Asia og her er talan fyri tað mesta um kvinnur. Stórsti bólkurin er úr Fillipinunum 233, harav 178 kvinnur og 55 menn Næststørsti bólkurin er rumenar teir eru 226 í tali 165 menn og 61 kvinnur. Pólland ligur á einum triðjaplássi við 181 tilflytarum harav 153 eru menn og 28 eru kvinnur. Fyrstu 11 mánaðirnir í fjørð komu 222 útlendingar til Føroyar at búgva tað er enn ikki greitt hvaðani hesi koma og um tey eru í arbeiðsørindum ella tí tey eru flutt til Føroya av øðrum orsøkum. Talið av upprunaarbeiðsloyvum í Føroyum var í 2014 224 í 2018 var hetta talið 583 sambært kanningini Rumenar á Loftinum , sum arbeiðstakarafeløgini gjørdu á sumri í fjør. Sambært Føroya Arbeiðsgevarafelag mangla allar vinnugreinar arbeiðsmegi, nú arbeiðsloysi er 0,8 prosent. Men arbeiðstakarafeløgini eru ikki heilt ávlulig við støðuna. Tann 14. juli sendu tey skriv til miðlarnar, har tey mótmæltu, at tað verður lættari hjá triðjalandsborgarum at koma inn á føroyska arbeiðsmarknaðin. Kjak stakk seg upp um heilsuútbúgvingina í Suðuroy herfyri. Útgangsstøðið var, at tað var ein trupulleiki, at skúlin lá í Suðuroy. Tað hevði við sær, at fleiri hildu seg aftur við at fara í skúla, tí ferðingin var ov drúgv og tað kravdi ov nógv, at flyta til Suðuroyar í eitt longri tíðarskeið fyri at fáa eina útbúgving. Eitt annað kjak, sum stakk seg upp í kjalarvørrinum av tí fyrra, er avbjóðingin hjá fleiri kommunum at útvega sær starvsfólk til heilsufakliga økið, sum tær reka. Millum annað var borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Annika Olsen, úti á Facebook og skrivaði, at tey høvdu torført við at finna starvsfólk til eldraøkið og at orsøkirnar vórðu millum annað metlágt arbeiðsloysi, lág løn og at tað var ein trupulleiki hjá lesandi at fáa tað fíggjarliga at hanga saman undir útbúgvi Rakul í Gerðinum, forkvinna í Heilsurøktarafelagnum, og Maiken Olsen, eindarleiðari í Heilsuhúsinum í Havn skifta orð um avbjóðingina. Gleðið tykkum til tónleik við First Aid Kit, Alt J, Dan Auerbach, Colter Wall, The War On Drugs, Jason Isbell, Portugal The Man og mongum øðrum Jarðir er loksins komin við loysnini, sum skal fáa skil á óskipaðu gongdini í haga. Men hvønn týdning hevur hetta stigið í mun til, hvat landsstýrið og Visit Faroe Islands ætla Kjak millum Niels Pedersen, nevndarformann í Jarðir, og Jóan Pauli Helgason, menningarleiðara á Visit Faroe Islands. Eldraøkið manglar fólk arbeiðið er ov strævið og lønin ov lág, ljóðar skotsmálið. Men hvussu loysa vit trupulleikan at manna mongu størvini innan eldraøkið Tað spyrja vit Maiken Olsen, leiðara á Heilsuhúsinum í Havn, og Rakul í Gerðinum, forkvinnu í Heilsurøktarafelagnum. Metlága arbeiðsloysið fær arbeiðsgevarar at eftirlýsa enn lættari atgongd til útlendska arbeiðsmegi arbeiðarafeløgini mótmæla, og spyrja harumframt, hvussu føroyska samfelagið skal lofta vaksandi talinum av útlendingum. Kjak millum Maritu Rasmussen, stjóra í Vinnuhúsinum, og Sonju Jógvansdóttir, samskipara hjá Samtak. Heilsuskúli Føroya hevur gjørt okkum varug við, at umrøðan kundi geva ta fatan, at tað er nógv lættari at koma ígjøgnum heilsuútbúgvingina í Danmark enn í Føroyum, tí tað er lættari at góðskriva starvsvenjing. Tað er ikki rætt. Møguleikarnir hjá heilsuhjálpara næmingum at fáa góðskrivað praktikk tíð eru teir somu í Føroyum sum í Danmark, upplýsir leiðarin fyri skúlan, Jórun Petersen. Eisini er Heilsuskúli Føroya at meta sum ein miðnámsskúli, ið gevur atgongd til aðrar útbúgvingar, eitt nú professións útbúgvingar í Danmark. Vit vita ikki, hvussu leingi tað í roynd og veru tekur løgregluni at at koma fram, tá ið boð eru eftir teimum. Og tað er ikki nóg gott, heldur Edmund Joensen. Hann hevur sett danska løgmálaráðharranum spurningar um løgreglan í Føroyum, nú samráðingar eru byrjaðar í danska fólkatinginum um nýggja semju um løgregluna. Í vár hevur børsvirðið gingið ógvisliga upp og niður. Robottarnir kunnu vera ein orsøk. Til dømis, tá allar maskinur selja samstundis, kann tað hava skrædl við sær. Redaktørur Pekka Palmgren. Sambært lógini hava vit skyldu til at boða myndugleikunum frá, um vit síggja, at eitt barn undir 18 ár mistrívist ella verður fyri sálarligum ella kropsligum harðskapi. Henda røðin vísir tvístøðuna og ivan, kostnað og fylgjur, sum ein fráboðan kann hava við sær. Og hon vísir eisini, hvussu ein fráboðan kann bjarga allari familjuni. Skúlin skal vera atkomiligur hjá øllum, og tá er treytin, at pedagogikkurin er smidligur. Tillagingar skulu gerast til næmingar við ymiskum tørvi og diagnosum. Á skúlanum leggja starvsfólk nógva tíð í kortlegging og samtalu. Vit eru ráðaleys, tá vit missa ein av okkara kæru. Fólk hava altíð havt fastar siðir, tá lívið gerst ov trupult. Men hetta er broytt. Í hesi sendingini hitta vit danskarar, sum taka málið í egnar hendur og skapa síni egnu ritual fyri at minnast og nærkast teimum, sum tey hava mist. Senatið er karmur um málið, og har hava republikanararnir meirilutan, 53 ímoti 47. Og tí vóru uppskotini frá demokratunum feld, eitt fyri og annað eftir. Uppskot vóru millum annað um, at Hvítu Húsini skulu lata senatinum teldupostar og onnur skjøl, men øll vórðu feld, og tað hendi við øllum uppskotunum hjá demokratunum. Hetta hevur við sær, at fleiri vikur kunnu ganga, til demokratarnir fáa ein nýggjan møguleika at biðja um at fáa vitni fyri rættin, sigur Steffen Kretz, tíðindamaður hjá DR. Fyrsti dagurin prógvaði, hvussu langt flokkarnir standa frá hvørjum øðrum republikanararnir vilja hava málið avgreitt sum skjótast, við at fella øll uppskot, meðan demokratarnir vilja hava ríkisrættarmálið at vara sum longst. Ríkisrættarmálið ímóti Clinton, forseta, vardi í fimm vikur, men tá kundu flokkarnir tosa saman um ymiskt, men nú tykist at vera ringt at fáa republikanararnar og demokratarnar at semjast um nakað sum helst. Í kvøld verður Landsfelagið børn og samvera stovnað. Endamálið hjá felagnum er at bøta um korini hjá børnum, hvørs foreldur ikki búgva saman. Landsfelagið børn og samvera verður systurdeild hjá danska felagnum Landsforeningen Børn og Samvær. Landsforeningen Børn og Samvær tekur støði í barnsins sjónarhorni, sum ikki tekur atlit til mammuna ella pápan. Landsfelagið børn og samvera fer at arbeiða fyri, at samvera og samskifti hjá børnum við foreldur teirra altíð verður við barnsins tørvi í miðdeplinum. Felagið fer eisini at varpa ljós á lóggávu, sum hevur óhepna ávirkan á børnini, og ætlanir eru um at gera eitt netverk fyri útsett børn og foreldur teirra. Tað siga tey, sum skipa fyri stovnandi aðalfundinum í kvøld klokkan 19 í húsinum hjá Havnar Arbeiðarafelag á Tinghúsvegnum. Foreldur eru vælkomin at hava børn við á fundin, siga tey. Myndugleikarnir í Kina upplýsa nú, at níggju fólk eru deyð av ókendu lungasjúkuni, sum breiðir seg í landinum og til onnur lond. 430 fólk eru vorðin sjúk í Kina. Tey flestu av teimum hava verið saman við øðrum fólkum. Sambært myndugleikunum hevur sjúkan breitt seg til høvuðstaðin, Beijing, og til Shanghai. Sjúkan byrjaði í Wuhan. Í nátt var ein tilburður í spælibýnum, Macau, sum liggur tætt við markið til Hong Kong. Virusið hevur eisini breitt seg til Tailand, Suðurkorea, USA og Taivan. Í Avstralia er ein maður avbyrgdur, tí illgruni er um, at hann er sjúkur av virusinum. Floghavnir, sølumiðstøðir og tokstøðir verða sóttreinsaðar í eini roynd at steðga sjúkuni, skrivar Ritzau. Hevur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, nakrar ætlanir um at almannakunngera øll skjølini í sambandi við fullveldissamráðingarnar millum landsstýrið og donsku stjórnina í árinum 2000 Tað vil Beinta Løwe Jacobsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hava at vita, og hon hevur tí sett løgmanni ein 52a fyrispurning um málið. Beinta Løwe sigur, at 20 ár eru liðin síðani fullveldissamráðingarmar, men enn hevur eingin myndugleiki veitt innlit í skjølini frá samráðingunum millum føroysku og donsku stjórnirnar. Fyri tveimum árum setti Sambandsflokkurin, teirra millum eisini Bárður á Steig Nielsen, táverandi løgmanni, Akseli V. Johannesen, ein líknandi spurning, har heitt var á hann um at almannakunngera skjølini. Tað var ikki gjørt, men tá núverandi løgmaður hevur spurt um hesi skjøl fyrr, skuldi borið til at fingið innlit í tey nú, sigur Beinta Løwe í viðmerkingunum til fyrispurningin. Í sambandi við útstykkingar kemur eisini ofta fyri, at grundstykkini verða seld eins skjótt, sum tey eru projekterað, men matrikulmyndugleikin kann ikki gera uppmátingar og seta stykkini av, fyrr enn útstykkingin er liðug við vegum og øllum innleggingum. Tað vil siga, at sera stórur munur kann vera á brutto málsviðgerðartíðini og netto málsviðgerðartíðini, tað er tíðini frá tí søkt er um matrulering, og tíðini, har arbeiðast kann við umsóknini. Okkum nýtist ikki at siga, hvat seyðurin fær hann fær at eta. Men vit kunnu leggja aftrat Bóndin gevur hoyggj. Hvat ella hvønn fær seyðurin Hoyggj hvønnfall. Men eftir at tey, sum geva kríatúrum, eru farin at keypa fóður, eru summi farin at fóðra í staðin fyri at geva. Og so verður onkuntíð sagt Bóndin fóðrar seyðinum . Men tað er skeivt, tí fóðra kann ikki taka hvørjumfall. Skulu vit tilskila, hvat seyðurin fær, tá ið hann verður fóðraður, so mugu vit hava eina fyriseting aftrat Bóndin fóðrar við hoyggi . Við hvørjum Við hoyggi hvørjumfall. So tá ið vit siga fóðra er tað beint øvut av at geva Tann, sum fær, er hvønnfall, og tað, sum verður givið, fær við frammanfyri og verður hvørjumfall við hvørjum. Men vilja vit hava snøgt og lætt mál, er betri at brúka orðið, geva Bóndin gevur seyðinum Bóndin gevur hoyggj. Í sambandi við setanina sigur landsstýrismaðurin, at talan er um ein stjóra, ið hevur holla vitan um orkumál. Og tað er neyðugt, nú stórar avbjóðingar standa fyri framman í fleiri av teimum málsøkjunum, sum Umhvørvisstovan tekur sær av. Semingsstovnurin hevur fingið tilfar frá Starvsmannafelagnum og Fíggjarmálaráðnum um sáttmálasamráðingarnar, sum slitnaðu fríggjadagin. Millum málini, sum tingið fer at viðgera í dag, eru uppskotið til samtyktar hjá Javnaðarflokkinum um at stovna partafelag at gera undirsjóvartunnil til Suðuroyar, og uppskotið hjá landsstýrinum um at broyta skattalógina til frama fyri heimavirki. Tá fer tingið at viðgera uppskotið um útbyggingina á Landssjúkrahúsinum og uppskotið um at verja persónsupplýsingar, tað er uppskotið um nýggja dátuverndarlóg. Fíggjarnevndin fer í dag og í morgin at viðgera uppskotið hjá løgtingsgrannskoðarunum til samtyktar um at góðkenna landsroknskapin fyri 2018. Býráðssamgongan í Tórshavnar kommunu fer ikki at leggja uppskot fram um eina felags brennistøð fyri alt landið á býráðsfundinum 30. januar, sum ætlanin annars var. Hon ætlar at hava borgarafund um brennistøðina í februar, og uppskotið um at byggja brennistøð saman við IRF verður ikki lagt fyri býráðið fyrr enn seinast í februar. Nógvar avlýsingar hava verið á bygda og oyggjaleiðunum hjá Strandferðsluni í januar. Hvørja ferð hoyra vit røddina í Tóka Hartmann Niclasen. Gunnvá Zachariasen, sjónleikari, er sannførd um, at eitt tjóðleikhús gevur leiklistini í Føroyum betri umstøður og nógvar góðar møguleikar. Hon tekur ikki undir við starvsfelaganum, Bárði Persson, sum heldur, at nóg nógvir pallar eru kring landið, og at teir kunnu nøkta tørvin hjá tjóðleikhúsinum. Jens ætlar sær við hundasletu frá Finnmørkini og heilt til Trøndelag. Arbeiðið við teimum seks hundunum ger, at hann fær álvarsligan frostskaða. Men hann ætlar ikki at bróta túrin av kortini. Í Snipp snapp eru teknifilmar, ið eru ætlaðir smáum børnum. Hesaferð eru teknirøðirnar Sára og Dunna, Elias og L fyri lomb. Snipp snapp er hvørt mikukvøld, og hóskvøld og leygarkvøld og sunnumorgnar. Áhugin hjá útlendingum at keypa ognir í Føroyum er nú so stórur, at ein meklari rópar varskó, og heitir á politiska myndugleikan um at viðgera málið. Kára á Dunga, stjóri í Betri heimi, sigur, at áhugin er vaksin nógv seinastu árini. Hon heldur, at politiski myndugleikin eigur at viðgera málið. Hvussu er at vera fuglur Hava fuglar kenslur Og hvat kunnu vit læra um menniskjað við at granska fugl Júst tað hevur víðagitni fuglafrøðingurin og professarin, Tim Birkhead, granskað. Hann hevur millum annað kannað og skrivað bøkur um, hvussu tað er at vera fuglur hvussu fuglur sansar heimin. Millum annað vísir hann á, at fuglur á mangan hátt líkis okkum menniskjum eins og menniskju er fuglur ein sosial vera og hevur eisini kenslur. Tað er eitt misálit á Kringvarpsstýrið og á politisku flokkarnar, sum hava tilnevnt fólk í stýrið, at siga, at samansetingin skal eftirmetast, so vit fáa eitt avpolitiserað og professionaliserað stýri. Flokkurin vil hava løgtingið at heita á landsstýrið um at leggja fyri løgtingið lógaruppskot, sum bannar óneyðugum einnýtisplasti. Tá tosað verður um óneyðugt einnýtisplast er tað tí, at framvegis verður mett at vera neyðugt at brúka einnýtisplast á ávísum økjum, so sum handskar og annað, sum fyribyrgja smittu á sjúkrahúsum, sigur Javnaðarflokkurin. Eftir null rentu í drúgva tíð, eru eisini føroysku peningastovnarnir farnir at handla við negativum rentum. Men hvørjar avleiðingar hava negativu renturnar fyri eitt samfelag Semingsstovnurin er komin upp í strandaðu samráðingarnar millum Starvsmannafelagið og Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum. Men hvat merkir tað, tá tosað verður um reallønarvøkstur Stendur tað til Bárð á Steig Nielsen, løgmann, skal innlit latast í skjølini frá fullveldissamráðingunum, sum vóru fyri 20 árum síðani. Tjóðleikhúsið skal vera í Havn, og tað skal hýsa palllist í breiðum týdningi. Vit settu Jenis av Rana, landsstýrismanni, og Jenny Petersen, stjóra á Tjóðallinum, stevnu. Andrias Høgenni er tilnevndur fyri filmin Ikki illa meint , nú Robert virðislønirnar verða handaðar sunnudagin. Vit tosa við Andrias Høgenni um at vera filmsleiksstjóri í Føroyum. Íslendska felagið Samherji eigur ein fjórðing í føroyska Framherja, og Tórstein Már Baldvinsson, stjóri í Samherja, var eisini nevndarformaður í føroyska felagnum. Annfinn Olsen, reiðari, segði, tá muturgølan kom undan kavi, at um kanningin av Samherja ikki eisini fór at umfata Framherja, fór hann sjálvur at seta eina kanning í verk. Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sum fer at taka stig til hesa viðgerð í kjalarvørrinum av, at meklarafyritøkur hava víst á hetta sum eina samfelagsavbjóðing. Bjarni Hammer hevur sett fram eitt uppskot til samtyktar at stovna almenna partafelagið Suðuroyartunnil. Politisk semja tykist verða, at Suðuroyartunnilin skal gearst, men at greiða skal fáast á fíggingarleistinum. Ójavnin í samfelagnum er vaksandi tað sigur Jón Joensen hagfrøðingur, sum hyggir eftir hvørjar lønir fáa lut í búskaparliga vøkstrinum, sum vit hava sæð seinastu 10 árini. Lønarvøksturin er serliga i toppinum av samfelagnum og 95 prosent av løntakarunum hava sostatt ein støðugt minkandi lut av vøkstrinum, sigur hagfrøðingurin. Serliga kvinnurnar eru eftirbátar, og tað eru tær, tí tað er ein lítil bólkur av monnum, sum fara avstað við stórsta partinum av vøkstrinum. Eftir null rentu í drúgva tíð eru peningastovnarnir farnir at handla við negativum rentum. Føroysku peningastovnarnir fara sama veg og 1. mars skulu eisini privatfólk við hálvari millión á bók gjalda fyri at hava pengarnar í bankanum. Og hvørja ávirkan kann tað so fáa á eitt samfelag Luttakarar eru Lars Krull, bankaserfrøðingur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik og Kára á Dunga, stjóri í Betri Heim. Semingsmaðurin hevur tikið yvir strandaðu samráðingarnar millum Starvsmannafelagið og Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum. Men hvat merkir tað, tá tosað verður um reallønarvøkstur Tað spyrja vit Djóna Højgaard, formann í Búskaparráðnum. Samstundis sum fakfeløgini stríðast fyri hægri lønum fyri fjøldina, so gerast nøkur fá fólk nógv ríkari. Tað vísir ein greining hjá Jón Joensen, hagfrøðingi. Breið, politisk semja er um at gera tunnil til Suðuroynna. Tað bar til at staðfesta í løgtinginum seinnapartin. Men enn eru flokkarnir ymiskir á máli um, hvussu henda risa verkætlan skal fíggjast. Vit tosa við Bjarna Hammer, løgtingsmann fyri Javnaðarflokkin, og Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjar og tunnilsmálum. Bank Nordik hevur kunngjørt at rentan á innlánum omanfyri 500 túsund krónur verður negativ. Hetta eru marknaðartreytirnar, sigur Árni Ellefsen, forstjóri í Bank Nordik. Í donskum bankum hevur innlánsrentan hjá privatkundum í longri tíð verið negativ. Negativa rentan stavar frá, at danski miðbankin hevur sett eina negativa rentu. Hetta er sum at geva búskapinum steroidir. Tað sigur Lars Krull, danskur bankaserfrøðingur. Rentan hevur í longri tíð verið lág, og hetta ávirkar búðstaðarmarknaðin. Tað sigur Kára á Dunga, stjóri í meklara fyritøkuni Betri Heim. Uppskotið er at broyta verklagslógina, so útbyggingin kostar 805 milliónir krónur og ikki 652,6 milliónir, sum lógin sigur nú. Eisini er upppskot um at leingja verklagslógina eitt ár, til 31. desember 2024. Uppskotið um dátuverndarlóg er eisini á skránni hjá tinginum í dag. Fyrsti skrivligi fyrispurningurin í hesari tingsetuni kom í gjár. Johan Dahl spyr Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann, hvørjar politiskar og løgfrøðiligar grundgevingar, hann hevur fyri at krevja pengar til Heilsutrygd frá útisiglarum, sum eisini skulu gjalda til Folketrygd í Noregi. Heimsheilsustovnurin, WHO, kom ikki við nakrari niðurstøðu eftir fundin, sum stovnurin hevði um virussjúkuna, sum er staðfest í Kina, og sum hevur breitt seg til nøkur lond. Vit vita ov lítið um virusið, til at gera nakra niðurstøðu. Tað sigur ein talsmaður fyri heimsheilsustovnin, World Health Organization. Virusið varð staðfest í Wuhan í Kina 31. desember, og síðani tá eru 17 fólk deyð, og millum 400 og 500 fólk eru sjúk. Virusið hevur í minni mun breitt seg til Tailand, Japan, Taivan, Suðurkorea og USA. Tí eru boð givin um, at fólk í Wuhan ikki mugu fara úr býnum, og í dag eru bæðu flogferðir og jarnbreytaferðslan til og úr býnum steðgað. 16 serfrøðingar eru boðsendir av Heimsheilsustovninum til at fáa greiðu á, hvat fyri virus talan er um, men teir kundu eftir fundin í gjár ikki koma við nøkrum greiðum svari. Tí fer Heimsheilsustovnurin, WHO, aftur at hava fund í dag, fyri at royna at fáa greiðu á støðuni, sigur formaðurin fyri Heimsheilsustovnin. Landsstýrismaðurin í mentamálum vil seta eina fjølmiðlaútbúgving á stovn í Føroyum, sum kann kasta týdningarmikla gransking um óheftni og annað í føroyskum fjølmiðlum av sær. Á fíggjarlógini í ár er peningur settur av til útbúgvingar á Fróðskaparsetrinum. Jenis av Rana fer at kanna málið um eina føroyska fjølmiðlaútbúgving í vár. Tórshavnar kommuna sigur, at herfyri varð ein landsdystur á Tórsvølli avlýstur, tí frost var á vøllinum. Hitarør til fjarhita eru nú løgd í vøllin. Nýtt graslíki skal á Tórsvøll, Ovara vøll, Niðara vøll í Gundadali og á vøllin inni í Vika á Argjum. Á Argjum verður graslíkið skift í 2022, og tá verða nýggj ljós eisini sett upp har. Tað ætlar býráðið í Havn. Á býráðsfundinum um eina viku verður graslíkið á Tórsvølli og Ovara vølli viðgjørt. Teir fara skjótt at missa góðkenningarnar, sum krevjast fyri at hava altjóða dystir. Nýggj sprinklaraskipan skal í Ovara vøll, og nýggj ljósskipan verður liðug næsta ár. Ætlanin er eisini at útvega nýggjar talgildar máltalvur bæði á Tórsvølli og á Ovara vølli. Í fjør varð Svimjihøllin bundin í fjarhitaskipanina. Bygningarnir á Tórsvølli eru eisini bundnir í fjarhita, og ætlanin er nú at knýta FIMI og aðrar bygningar í Gundadali í fjarhitaskipanina, sigur Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari. Lógin verður eisini broytt, so ikki bara kravd eftirlønaruppsparing, men eisini sjálvboðin uppsparing, verður mótroknað í fólkapensjónini. Lógin skal broytast, so útlendingar, sum hava uppihaldsloyvi í Føroyum sum flóttafólk, og útlendingar, sum hava uppihaldsloyvi av humaniterum ávum, familjusameining til dømis, fáa somu viðgerð eftir ásetingini um arbeiðsmarknaðartilknýti. Endamálið við lógarbroytingini er at geva útlendingum, sum eru í Føroyum av humaniterum orsøkum, og flóttafólkum somu treytir viðvíkjandi uppihaldsloyvi. Tað vóru demokratarnir, sum høvdu orðið allan dagin, og løgdu fram tilfar, sum sambært teimum eigur at hava við sær, at Donald Trump verður koyrdur frá. Donald Trump, forseti, hevur seinastu dagarnar verið á búskaparliga toppfundinum í Davos, men kortini hevur hann verið virkin, og í gjár sendi hann 148 boð út á twitter. Viðhaldsfólk hjá Trump hava boðað frá mótmælisgongum í Washington, og í morgin fer forsetin sjálvur at halda røðu fyri viðhaldsfólkunum. Svend ge Seloy hevur verið í nevndini í Starvsmannafelagnum í tríggjar setur, og tí skal annar nevndarlimur veljast í hansara stað á aðalfundinum í mars. Kaisa Vourinen var lærari hjá børnum við serligum tørvi. Tá legði hon til merkis, at vanligu undirvísingarhættirnir ikki vóru nøktandi. Saman skrivaðu tær bókina, See the good, ið leggur seg eftir at seta fokus á styrkir tað, sum næmingurin dugir, heldur enn veikleikar. Tær løgdu til merkis, at hesin hátturin styrkti sambandið millum lærara og næming, gav næminginum eina betri sjálvkenslu og gjørdi tað lættari hjá næminginum at læra. Kaisa Vourinen leggur dent á, at tað eisini er týdningarmikið, at foreldur at næmingum, sum hava tað trupult í skúlanum, fáa positivar afturmeldingar um, at børn teirra duga nakað. Í løtuni arbeiðir fyritøkan, sum Kaisa Vourinen sjálvonnur setti á stovn, við at talgilda eina skipan, sum kann brúkast til at dokumentera góðu førleikaranar hjá næmingunum. Meira kann lesast um hana og hennara gransking her . Ein spurnakanning, sum Fróðskaparsetrið gjørdi í fjør, vísti, at áleið 11 av føroyskum næmingum siga seg ofta verða happað. Eisini ganga áleið helvtin av næmingunum við einum ótta fyri happing og ótta fyri at verða hildin uttanfyri. Vivian Sjóðklett og Rógvi Dam eru í løtuni á skúlum kring landið, fyri at varpa ljós á trivna og happing. Tey siga, at tað er vánaligur trivnaður í einum flokki, sum førir til, at børn byrja at happa. Tey arbeiða miðvíst í flokkunum millum ein og tveir mánaðir, fyri at basa happingini. Millum annað nýta tey sjónleik, tónleik og dukkur sum amboð til at lýsa ymiskar støður. Á tann hátt kenna børnini seg aftur í mongum støðum, og hava tí lættari við at tosa um evnini. Skipini hava enn bara havt eina setu, og tey hava boðað Vørn frá, at í gjár fingu skipini úr 42.000 upp í 52.000 pund á fyrstu setuni. Hetta er tummilsregla, sum lættir um at minnast til, nær tað skal vera ir ella ur, sigur Elin Henriksen og leggur afturat, at tummilsreglan í hesum førinum er lættari enn sjálv mállæran. Javnaðarflokkurin mælir til ein leist, har allir undirsjóvartunlar verða lagdir í eitt felag, sum eisini skal gjalda fyri Suðuroyartunnilin. Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at enn er bara talan um innleiðandi samráðingar, og tí ber ikki til at siga nakað ítøkiligt um gongdina. Semingsmenninir hava rætt til at leingja eitt møguligt verkfall ella verkbann í eina viku, men tað er ikki neyðugt enn, tí hvørgin parturin hevur boðað frá tiltøkum, sigur Terje Sigurðsson. Hann vil ikki geva eitt boð uppá, nær eitt úrslit kann væntast, og heldur ikki, hvussu leingi semingsstovnurin ætlar at tosa við partarnar. Tað fer at taka í minsta lagi eitt ár at finna eitt koppingarevni ímóti nýggja coronavirusinum, sum ger um seg, serliga í Kina, sigur stjórin í altjóða koppsetingarstovninum, Gavi, Seth Berkley. Kinesisku myndugleikarnir upplýsa í dag, at 571 fólk eru sjúk, og at higartil eru 17 deyð av sjúkuni. Tað eru nógv sløg av coronavirusi. Tey flestu gera lítið um seg, og merkjast sum krím. So eru onnur sløg, sum gera meir um seg, eitt nú tá SARS virusið gjørdi um seg fyrst í øldini. Seth Barkley sigur, at serfrøðingar vita ikki enn, hvussu nýggja virusið virkar, og tí ber ikki til at geva nakra viðgerð enn. Gavi er ein altjóða stovnur, sum ikki skal hava vinning, men sum samstarvar við stjórnir, feløg, heimsbankan og hjálparfelagskapir, um at menna betri koppingarevni. Felagskapurin upplýsir, at teirra arbeiði hevur virkað til, at meir enn 760 milliónir børn eru koppsett í heimsins fátækastu londum síðani aldarskiftið, og tað hevur forðað fyri, at 13 milliónir børn eru deyð av ymsum sjúkum. Upplýst verður, at nýggja coronavirusið hevur breitt seg úr Kina til Japan, Filipsoyggjar, Taivan, Suðurkorea, Tailand og USA, og til Hongkong og Macau. Heimsheilsustovnurin, WHO, hevði fund í gjár um støðuna, men mett var ikki at nøkur niðurstøða um sjúkuna kundi gerast, og tí hevur WHO aftur fund í dag, skrivar Ritzau. SEV hevur higartil sett upp 302 sokallaðar grønar málarar hjá fólki, sum antin hava elbil ella hitapumpu ella bæði. Skipanin hevur virkað í slakar tíggju mánaðir. Streymur til elbilar og hitapumpur er bíligari enn annar streymur frá SEV. Hann kostar 1,45 krónur fyri kilowatttíman, tá meirvirðisgjaldið er tikið við. Húsarhaldini gjalda 1,95 krónur, um tey brúka minni enn 10.000 kWt um árið. Brúka tey meira enn tað, gjalda tey ávikavist 1,85 krónur og 1,80 krónur. Lógin, sum loyvir SEV at selja bíligari streym til elbilar og hitapupum, kom í gildi 28. desember í 2018. Og prísurin lækkaði 1. apríl í fjør. Fólk fáa meirvirðisgjaldið aftur fyri at seta upp hitapumpur. Til 1. oktober í fjør vóru 89 umsóknir komnar um at fáa meirvirðisgjaldið afturgoldið, slakar 2,5 milliónir krónur. Bólkurin BAEST er komin til Bretlands á evropaferð. Ongland er ein av teimum stóru høvuðstøðunum, tá vit tosa um málmtónleik, tí ræður um at sláa ígjøgnum her. Bassspælarin Muddi er akkurát vorðin pápi og saknar familjuna heima. Mirjam er 8 ára gomul. Hon stamar og er tí onkuntíð hjá talupedagogi. Her sleppur hon at spæla við orð og at toyggja orð. Kom og lurta Pápi Dimitrio er grikki, og Dimi er errin av sínum uppruna. Men tá vinirnar um ræður, kann hann vera í tvístøðu. Tí á studentaskúlanum er tónin harður, og tey arga illa, til stuttleika. Mof eitur í veruleikanum Kristoffer, hann er tann stuttligi, og hann hevur eina ávísa gentu í 1.g í kikaranum, og hann ætlar sær at bjóða henni við í veitslu. Tað er torført at spyrja, og tá hann endiliga spyr, er svarið ikki akkurát tað, hann hevði vónað. Hvat feilar tær, um tú pissar blóð, og hvør kann orsøkin vera, um tú brádliga fært nógvan fepur Hvør kemur fram til flest rættar sjúkuavgerðir, royndir læknar ella fólk við teldu Programmleiðari Kjetil Røthing Askeland. Felagið Net hevur boðað frá, at verður verkætlanin um bústaðirnar gjørd og veitir grivnar til húsini, er Net sinnað at leggja netrør samstundis, so øll húsini kunnu fáa fipursamband. Jackie hevur fingið nógvar stripp uppgávur aftur, og sjálvsálitið er flúgvandi, tí hann kann vera Jake hvørt vikuskifti. Men besta vinkona hansara, Nul, er bilsin um, at hann kann vera so í tveimum sum tað ótrygga happiofrið og so Jake tann brasni og sjarmerandi stripparin. Men hvat fáa vit fyri pengarnar, og hvat sigur politiska skipanin um broyttu verklagslógina, sum nú tilsamans fer upp um 800 milliónir Even Eyvindsson í Hvalba sigur, at nýggi tunnilin verður eitt stórt framstig, tí gamli tunnilin, sum er frá 1963, er ikki bara tann elsti í Føroyum, men í øllum ríkinum Jónvør hevur ynskt at hoyra Jeg lagde mit hoved til elverhøj, Dansifelagið í Havn, Ingibjørg í Hoyvík skipar. Frísakvæðið, sumbingar, Bjarni Vestergaard og John Lisberg skipa. Tórkilsdøtur, Ung í Dansi, Brestir B. Restorff skipar. Liggingarferðina, Vága Dansifelag, Hans Kristoffur Joensen skipar. Einar Suðuroying, Vága Dansifelag, Johannus Joensen skipar. Arngrímssynir, Stígum Fast, Jens Ludvig Johannesen skipar. og Bjarnabana, Vága Dansifelag, Hervør Jørgensen skipar. Julia og Oddur vilja hava ein hund. Tey gera alt møguligt fyri at fáa mammuna og pápan at trúgva, at tey klára at hava ábyrgd av einum djóri. Ja, tey enntá rudda kamarið Men tá tað heldur ikki hjálpir, mugu tey gera okkurt annað. Kanska ræna ein hund Ella Ragnfrid Trohaug skrivaði og Hildigunn Niclasen týddi til føroyskt. Páll Danielsen lesur. Dánjal Tavsen ger ljóðmyndina. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Nám góvu út í 2014. Julia og Oddur vilja hava ein hund. Tey gera alt møguligt fyri at fáa mammuna og pápan at trúgva, at tey klára at hava ábyrgd av einum djóri. Ja, tey enntá rudda kamarið Men tá tað heldur ikki hjálpir, mugu tey gera okkurt annað. Kanska ræna ein hund Ella Ragnfrid Trohaug skrivaði og Hildigunn Niclasen týddi til føroyskt. Páll Danielsen lesur. Dánjal Tavsen ger ljóðmyndina. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Nám góvu út í 2014. Julia og Oddur vilja hava ein hund. Tey gera alt møguligt fyri at fáa mammuna og pápan at trúgva, at tey klára at hava ábyrgd av einum djóri. Ja, tey enntá rudda kamarið Men tá tað heldur ikki hjálpir, mugu tey gera okkurt annað. Kanska ræna ein hund Ella Ragnfrid Trohaug skrivaði og Hildigunn Niclasen týddi til føroyskt. Páll Danielsen lesur. Dánjal Tavsen ger ljóðmyndina. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Nám góvu út í 2014. Tríggir amerikanskir sløkkiliðsmenn lótu lív, tá eitt flogfar, sum verður brúkt at sløkkja eld, datt niður í Avstralia tíðliga í morgun, okkara tíð, skrivar The Guardian. Tað varð nýtt sum eitt sonevnt vatnbumbu flogfar í stríðnum ímóti skógareldunum. Flogfarið var í Snowy Mountains økinum í landspartinum, New South Wales, tá ið tað fekk trupulleikar. Spurningurin hevur elvt til kjak teir seinastu dagarnar eftir at stjórin í Betri Heimi, Kára á Dunga, fyrr í vikuni rópti varskó, og heitti á politiska myndugleikan um at viðgera málið. Tað skal ikki vera loyvt útlendingum at keypa hús í Føroyum. Tað er greiða niðurstøðan í tveimum ymiskum spurnakanningum, sum eru gjørdar í dag. spyr.fo gjørdi ta einu, Kringvarpið gjørdi hina. Í kanningini hjá spyr.fo svaraðu 61 prosent, at tað ikki skal vera loyvt útlendingum framhaldandi at keypa privata ogn í Føroyum. 21 prosent svaraðu, at útlendingar skulu kunna keypa hús í Føroyum, 18 prosent svaraðu Veit ikki. Í løtuni siga 75,9 prosent í kanningini hjá Kringvarpinum, at tað ikki skal vera loyvt útlendingum at keypa hús í Føroyum. 24,1 prosent siga, at útlendingar skulu kunna keypa hús í Føroyum. Spurningurin, um útlendingar framhaldandi skulu kunna keypa privatognir í Føroyum, er eisini eitt av evnunum í Breddanum klokkan 17 05. Tríggir lokalir synir Óli Poulsen, Hans Poulsen og Niclas Johannesen, allir úrmælingar innan tónleikaframleiðslu hittust í Skótahúsinum í Runavík, fyri at práta og hugleiða um hetta at framleiðatónleik. Hvør framleiðari hevði valt sangir hjá hinum, ið vórðu spældir og viðgjørdir frammanfyri einari vælupplagdari áhoyrarafjøld, sum eisini slapp framat vi spurningum til teir tríggjar tónleikaframleiðararnar. Greiningin er gjørd við støði í meðal sethúsaprísum og meðal inntøkum. Hon vísir, at beint fyri fíggjarkreppuna í 2008 2009 fór størri partur av inntøkuni til bústað enn nú. Umframt lágu rentuna og størri lønarinntøkur, er orsøkin til broyttu støðuna eisini, at inntøkuskatturin sum heild er lækkaður, og flestu kommunur hava hækkað barnafrádráttin, sigur Betri Banki. Frændin Rani Nolsøe gongur ókendar leiðir við síni fyrstu soloútgávu við tíggju nýggjum løgum. Vit práta um útgávuna og løgini, vit gera eitt legg aftur í tíðina við Frændum, men vit skifta eisini orð um lívið, sum tað vísir seg á fløguni Ókendum leiðum. Hvat er ein professari Vit spyrja Firous Gaini, sum hevur hildið sín professarafyrilestur á Fróðskaparsetrinum í dag. Vit skifta eisini orð um hansara gransking í ungdómsmentan. Enn einaferð skal løgtingið taka støða til eina eykajáttan. Hesaferð er verkætlanin á landssjúkrahúsinum, sum nú táttar í 800 milliónir. Løgtingið fer eftir øllum at døma at játta pengarnar, men tingfólk ynskja broytingar, so støðan ikki endurtekur seg. Skulu útlendingar framhaldandi kunna keypa privata ogn í Føroyum tað veri seg sethús, íbúðir ella grundstykki Ber yvirhøvur til at forða fyri Og hvat siga politikararnir Vit tosa við advokatin Brand Ellingsgaard borgarstjóran á Sandi Brand Sandoy kvívíkingarnar Rúna Gaardlykke og Grækaris Joensen umframt at vit spyrja fólk á gøtuni, hvat tey halda. Eisini er kjak millum Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi og Heðin Zachariassen úr Fólkaflokkinum. Landsstýrismaðurin í heilsumálum biður løgtingið um 152 milliónir krónur afturat til at høvuðsumvæla, útbyggja og nútíðargera Landssjúkrahúsið. Men hóast lítil ivi er um, at pengarnir verða játtaðir, so eru tingfólk ikki álvilig við støðuna, nú samlaða verklagslógina fer uppum 800 milliónir og fleiri rokningar eru í væntu.Vit lýsa søguna um verklagslógina, og tosa við Magnus Rasmussen, fíggjarnevndarformann, Aksel V. Johannesen, formann í Javnaðarflokkinum og Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann í heilsumálum. Flestu fólk, sum KVF hevur spurt halda ikki, at útlendingar skulu sleppa at keypa hús ella grundstykkir í Føroyum. Men tað er eitt stórt stig at forða hesum við lóg halda fleiri politikarar. Millum annað í Kvívík merkist stóri áhugin fyri húsum og jørð. Tað er einki í vegin fyri, at løgtingið ger eina lóg, sum sigur, at útlendingar ikki sleppa at keypa fastogn í Føroyum, sigur Brandur Ellingsgaard, sakførari. Hoyr eisini kjak um evnið her Í Ymiskum Lívi hesa ferð hitta vit tveir menn, sum báðir eru fyrst í fimmtiárunum. Teir búgva og arbeiða í Havn, men har steðgar líkheitin eisini. Annar er viðurkendi rithøvundurin og skribenturin Carl Jóhan Jensen. Hann er ein maður, sum ikki ræðist at leggja seg út í almenna kjakið, og hann hevur fleiri ferðir fingið sinnið í fólk, millum annaðvið sínum sera bersøgnu ummælum. Hann eigur tveir tannáringar og býr saman við avstralsku konuni Kate. Hin maðurin í sendingini er 52 ára gamli Jóhan Davidsen. Hann hevur seinastu 16 árini arbeitt sum ruskmaður í Havn, og hansara dagur byrjar tíðliga á morgni, áðrenn flestu okkara hava fingið eygu. Hann er ógiftur og eigur eingi børn, so aftaná arbeiðstíð dámar honum væl at spasera runt í býnum og práta við fólk. Tað bókliga hevur ongantíð havt hansara stóra áhuga, so aftan á 7 ára skúlagongd var hann glaður at sleppa til arbeiðis. Gjørt sendingina hava Barbara Samuelsen, Hans Petur Hansen og Thomas Koba. Sambært lógini hava vit skyldu til at boða myndugleikunum frá, um vit síggja, at eitt barn undir 18 ár mistrívist ella er fyri sálarligum ella kropsligum harðskapi. Henda røðin vísir tvístøðuna og ivan, kostnað og fylgjur, sum ein fráboðan kann hava við sær. Og hon vísir eisini, hvussu ein fráboðan kann bjarga allari familjuni. Í hesum partinum hitta vit eina unga kvinnu, ið sum barn vaks upp í einum heimi við rúsdrekkatrupulleikum. Øll vistu tað, men eingin boðaði myndugleikunum frá. Hjá næmingum við NPF diagnosum er sosiala samspælið í skúlanum ein týdningarmikil partur. Hvørjar strategiir eru hjá læraranum at brúka í dagliga arbeiðinum í flokshølinum Eftir at hava fundast í tveir dagar, samdist WHO um, at tað er ov tíðliga at siga, at virusið er ein altjóða heilsukreppa. Í Kina er tað tó ein kreppa, segði Dr. Tedros Adhanom Ghebreyesus, aðalskrivari í WHO. Aðalskrivarin legði aftrat, at tey flestu, sum eru smittað, fáa einans mildari sjúkueyðkenni, og tey, sum eru deyð av virusinum, høvdu vánaliga heilsustøðu frammanundan. Myndugleikarnir í Kina hava avbyrgt fimm býir, og í tilsamans tíggju býum er øll almenn ferðsla steðgað í eini roynd, at avmarka smittuna. Tilsamans 32 milliónir fólk búgva í teimum býunum. Í býnum Wuhan, har smittan byrjaði, eru kinesisku myndugleikarnir farnir at byggja eitt serligt sjúkrahús til at viðgera fólk, ið eru vorðin smittað. Sjúkrahúsið skal hava 1.000 seingjarpláss Byrjað var at byggja í gjárkvøldið, og sjúkrahúsið skal verða liðugt longu í næstu viku. Eitt líknandi sjúkrahús bleiv bygt í samband við SARS sjúkuna í 2003. Tað bleiv eisin bygt eftir einari viku. Útgjaldið frá lívstryggingarfeløgum er longu komið í løgtingið. Tingfólkini hjá Framsókn, Ruth Vang og Bjarni Kárason Petersen, hava lagt fram uppskot til samtyktar um at javnseta útgjald til menn og kvinnur, tá umræður lívrentutryggingar. Tey siga, at nú fáa kvinnur 13 prosent minni enn menn um mánaðin. Orsøkin til, at kvinnur fáa minni um mánaðin enn menn, er tann, at kvinnur liva í miðal longri enn menn. Ruth Vang og Bjarni Kárason Petersen vilja hava løgtingið at heita á landsstýrið um gera uppskot um, at lívrentutryggingar, sum verða teknaðar frá 1.januar 2021, hava somu treytir fyri kvinnur og menn. Tey vísa á, at í Danmark er størri munur millum akademikarar og ófaklærd enn millum kvinnur og menn, tá talan er um at liva leingi. Munurin er næstan dupult so stórur. Útbúgving hevur størri ávirkan á livialdurin enn kyn, siga tey bæði. Tey vísa eisini á, at fólkapensjón, Samhaldsfasti, tænastumannapensjón og tingmannapensjón gera ikki mun á kvinnum og monnum. Ruth Vang og Bjarni Kárason Petersen siga, at torført er at broyta treytirnar fyri lívrentutryggingar, sum longu eru teknaðar. Tí mæla tey til, at broytingin kemur 1. januar 2021. Hóast lítil ivi er um, at løgtingið fer at játta góðar 152 milliónir krónur afturat til at byggja út Landssjúkrahúsið, so eru tingfólk, bæði úr samgongu og andstøðu, ikki trygg við støðuna. Løgtingið biður landsstýrismannin í heilsumálum fáa greiðu á endaliga kostnaðinum, sum fyribils er farin upp um 800 milliónir krónur. Mánadagin fæst at vita, um Føroya rættur heldur tað sama, tað er, um hann dømir átta menn fyri at hava brotið kunngerðina. Rætturin kann eisini frídøma menninar. Sektin er ásett eftir rættarvenjuni í Danmark í slíkum málum. Hetta er fyrstu ferð, ramsarkunngerðin er í Føroya rætti. Tí eru hesi málini farin í rættin í staðin fyri at tey eru avgreidd við sektaruppskoti. Føroya rættur skal gera av, hvussu stór sektin skal vera fyri at bróta ramsarkunngerðina, tí hetta er fyrstu ferð, kunngerðin er mett at vera brotin. Átta mans vóru í rættinum mánadagin, tí ákæruvaldið sigur, at teir hava brotið ramsarkunngerðina. Tað skulu teir hava gjørt, tá teir sigldu við vatnskutara í havnini í Nólsoy 20. juli í 2018. Ramsarkunngerðin sigur millum annað, at frá 15. apríl til og við 31. august er bannað at sigla við vatnskutara nærri enn 500 metrar úr landi kring Nólsoy, Skúvoy, Mykines og Mykineshólm. Ramsarkunngerðin kom í 2017. Hon byggir á lógina um at verja havumhvørvið. Kunngerðin er gjørd fyri at verja fuglin í ramsaroyggjunum. Eitt virus ger nú um seg, ið er eitt slag av coronavirus. Virusið varð staðfest í Wuhan í Kina 31. desember, og síðani tá eru 24 fólk deyð og fleiri hundrað fólk eru smittað. Virusið hevur í minni mun breitt seg til Tailand, Japan, Taivan, Suðurkorea og USA. Tað er ófatiligt, at tað hevur borið til, sigur Preben Hansen, nevndarformaður í Lindini. 1,7 miljónir skulu til rakstur á hvørjum ári. Skráin er heilt øðrvísi í dag í mun til fyri 20 árum síðani, og vit hava fleiri góð hugskot at brúka í framtíðini, sigur Preben Hansen. Tór Arni Samuelsen, ið er einasti personur í fulltíðarstarvi á rásini, sigur, at fleiri enn 50 fólk eru knýtt at Lindini. Tey flestu arbeiða púra sjálvboðið. Ung í Føroyum er ein listastevna fyri ung í Føroyum millum 13 og 19 ár. Stevnan er tríggir dagar og er skipað sum ein lega. Tveir teir fyrstu dagarnir eru verkstovur um dagin og innanhýsis framførslur um kvøldið. Triðja dagin eru fyrireikingar til framførsluna og stevnan endar við, at tey luttakandi vísa fram tað, sum tey hava skapt. Bjørk Sigurdsdóttir Lamhauge hevur verið til listastevnuna tvær ferðir áður. Hon sigur, at hon millum annað lærdi sera nógv um seg sjálva. Eisini fekk hon fleiri nýggj vinfólk, sum hon enn hevur samband við. Sunniva Bæk, forkvinna í Jazzfelagnum, ið skipar fyri Vetrarjazzinum, sigur, at skráin er sera fjølbroytt. Har er jazzur fyri børn, ung og gomul, fyri jazzarar og fyri fólk, sum kanska ikki vita av, at teimum dámar jazz. Á fløguni eru lívgandi løtur, kærleiki til fosturlandið, onkrar nemandi persónssøgur, nakað um lívið, um at missa og enntá rokkut sjómanslív á Flemish Cap. Lívsins málningur fær fleiri litir, og man upplivir miss og mótgongd. So tá tú lendir á báðum beinum sum 60 ára gamal og gevur tína fyrstu solofløgu út, so hevur tú upplivað ymiskt, sum ger at lívið hevur fingið fleiri brigdi, enn tá tú vart ungur. Kanska tað hoyrist. Frændin Rani Nolsøe, sum saman við hinum frændunum í Klakvsík, var partur av føroyska ljóðsporinum øll 80 og 90 árini, hevur loksins halgað seg til tónleikin burturav, og burtur úr er komin ein solo fløga. Vit høvdu nøkur fantastisk ár í Frændum, sigur Rani millum annað í hesi samrøðuni, har vit fara aftur um tónleikaútgávuna, frændan Rana og onkur av einstøku løgunum. Tað lá ikki í kortunum, at Rani skuldi gera so nógv meira við tónleikin eftir árini í Frændum. Hann tók eina langa kandidatútbúgving í samfelagsfrøði og tøkni. Í nógv ár arbeiddi hann við síni yrkisleið, serliga við íverksetan. Nú hevur hann spælt sum trubadurur í 10 ár, og krúnan á verkinum eru 10 nýggj løg, sum eru gjørd síðstu árini. Hoyr alla samrøðuna við Rana her har vit eisini spæla fleiri av løgunum á útgávuni Ókendar leiðir, sum er finna á Spotify og iMusic, og í februar kemur út á fløgu. Eftir professarafyrilesturin hittu vit Firouz Gaini til eitt prát um gransking hansara, og eitt sindur um hvat tað merkir at vera professari á einum lærdum háskúla. Hoyrið samrøðuna her Lansdstýrismaðurin ætlar at taka lýsingarnar burtur úr útvarpinum, men spurningurin er um aðrir føroyskir miðlar fara at fáa meiri í sín part, um tað hendir. Gestir Lena L. Mohr, stjóri Sansir, Sølvi Jespersen, talgildur marknaðarleiðari Atlantiv Airways, Niels Uni Dam, stjóri Nudlavirkið, Jonhard Hammer, stjóri Miðlahúsið, Niklári Nysted, stjóri Knassar og Birgir Waag Høgnesen, sølu og marknaðarleiðari R7. Tann superskjóti háfrekvenshandilin er vorðin vanligari á børsinum. Fíggjareftirlitið hevur ilt við at fylgja við. Redaktørur Kjell Lindroos. Nú er ein vika síðani, at Lønardeildin sendi boð eftir Semingsstovninum, tí so langt var millum tað, sum Starvsmannafelagið krevur í lønarhækking, og tað, sum Fíggjarmálaráðið vil lata. Hóast Semingsstovnurin er boðsendur í samráðingunum við Starvsmannafelagið, heldur Lønardeildin fram við samráðingunum við onnur fakfeløg. Tey eru higartil Lærarafelagið, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Akademikarafelagið. Sáttmálarnir, sum Lønardeildin hevur við 15 fakfeløg, fóru úr gildi 1. oktober í fjør. Hjá 12 fakfeløgum á almenna arbeiðsmarknaðinum fara sáttmálarnir ikki úr gildi fyrr enn 1. oktober í ár, tí teir eru galdandi í trý ár. Lønarhækkingin hetta triðja árið hjá teimum er 2,5 prosent. Tað lovar stjórin á Landsverki, nú atfinningar aftur hegla niður yvir Landsverk í sambandi við viðgerðina av eykajáttanini til H bygningin á Landssjúkrahúsinum. Leiðararnir í ávikavist Evropeisku kommisjónini og Evroparáðnum Ursula von der Leyen og Charles Michel undirskrivaðu í tí sambandi skilnaðaravtaluna, sum ásetur, at Bretland nú fer úr ES. Skilnaðaravtalan fekk eisini royalu undirskriftina frá Elizabeth drotning í gjár eftir avtalan somuleiðis var samtykt í bretska Undirhúsinum í vikuni. Avtalan, sum er næstan 600 síður, ásetur millum annað viðurskifti um borgararættindi, landamarkið millum Írland og Norðurírland, og at Bretland enn hevur bindingar fyri 33 milliardir pund í ES tann sonevnda skilnaðarrokningin. Avtalan ásetur, at komandi fríggjakvøld á miðnátt, fer Bretland úr ES. Tó verður Bretland verandi í ES marknaðinum og tollsamgonguni til árið er liðugt. Kunngerðin frá 2018 um treytirnar, sum eru galdandi í sambandi við, at fiskur skal avreiðast í Føroyum, og minst fjórðingurin bjóðast út á uppboðssølu, er ikki galdandi longur. Har er komin nýggj kunngerð. Men í staðin fyri at nevna fiskasløgini, ið skulu í land í Føroyum, eru sløgini nevnd, sum eru undantikin kravinum um føroyskan bryggjukant. Orðingin um føroyskan bryggjukant er tann sama í nýggju lógini sum hon var í gomlu lógini um sjófeingi. Kunngerðin, sum nú er farin úr gildi, segði eisini, at í minsta lagi 25 prosent av øllum fiski skuldu bjóðast út á uppboðssølu í Føroyum. Nýggja lógin um sjófeingi sigur um slíka uppboðssølu, at landsstýrismaðurin kann áseta reglur um hana. Í viðmerkingunum um lógina stendur, at 30 prosent av botnfiskinum skulu seljast á uppboðssølu. Kunngerðin er ikki lýst, men hon er á veg, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður. Munur er á at bjóða út og selja. Fiskur, sum verður boðin út, verður ikki altið seldur. Tað eru telvarar og blaðstjórar, ið kappast á Quiztinum hesuferð. Annað liðið er mannað av einasta føroyska stórmeistaranum í talvi, Helga Dam Ziska, ið mannar lið saman við Carl Eli Samuelsen, ið hevur verið føroyameistari í talvi eins og hann eisini hevur umboðað Føroyar á talvolympiadu, meðan hitt liðið verður mannað av Emil L. Jacobsen, ið er blaðstjóri á Dimmalætting, og Jóhann L Lützen, ið er blaðstjóri á Norðlýsinum. Vágs kommuna hevur gjørt eitt nýtt endurnýtsluøki sum frá 1. mars fer at taka ímóti lívrunnun burturkasti frá húsarhaldunum í bygdini. Tá lívrunnið burturkast verður niðurbrotið, verður hitið skaptur, og eftir ætlan skal tann hitin nýtast til at hita kommunuskúrin á endurnýtsluøkinum. Eddie Murphy ger eitt øgiligt come back í leiklutinum sum miseydnaði undirhaldarin Rudy Ray Moore í filminum Dolomite Is My Name . Rudy hoyrir røvarasøgur um ein vissan Dolomite ein dag í 1970unum. Søgurnar eru heldur morreyðar og ógvusligar, men eisini sera stuttligar. Scott Alexander og Larry Karaszewski, ið millum annað eru kendir fyri Ed Wood , The People vs. Larry Flint og Man on the Moon , hava skrivað handritið til filmin, og tað er Hustel og Flow leikstjórin Craig Brewer, sum leikstjórnar. Í Ikki illa meint hitta vit Elinborg og Maritu, sum bráddliga síggja hvørja aðra, meðan tær keypa inn. Tær tosa pent saman, men tað er týðiligt, at huglagið er spent, og ein uppgerð lúrir millum kølidiskarnar. Mariann Hansen og Sissal Drews Hjaltalin spæla framúr væl í hesum gerandissorgarleikinum, sum tekur nútíðarevnir upp og vendir teimum á høvdið. Sunnukvøldið er stuttfilmurin Ikki illa meint tilnevndur ein Robert fyri besta stuttfilm, ið er filmsvirðislønin, sum danski filmsídnaðurin letur hvørt ár. Filmurin Bad Boys For Life hevur nostalgi frá 90nunum við sær. Amerikanski leikstjórin Michael Bay kom buldrandi á filmspallin í 1995 við filminum Bad Boys , saman við filmsframleiðarinum Jerry Bruckheimer. Bruckheimer og Bay gjørdu síðani The Rock , Armageddon , Pearl Harbour og Bad Boys II , sum staðfesti teirra sereyðkenni við nógvum spreingingum, flottum bilum, ungum vøkrum damum og enn fleiri spreingingum. Nú hava Bruckheimer og Bay so sligið seg saman aftur fyri fyrstu ferð í 17 ár fyri at gera triðja filmin í Bad Boys røðini Bad Boys For Life . Will Smith og Martin Lawrence, sum spæla høvuðsleiklutirnir, koyra framvegis runt í Miami, har teir antin skjóta ella spreingja okkurt í luftina. Sammy er teknifilmur við føroyskari talu Fylg við skjaldbøkuni Sammy á ferð um høvini, har Sammy upplivir tann stóra kærleikan, piratfiskabardaga og umhvørvissvínarí. Við á ferðini er besti vinmaðurin Ray. Vit ummæla virðislønta, føroyska stuttfilmin Ikki illa meint eftir Andrias Høgenni. Síðani ummæla vit tveir filmar við sera kendum sjónleikarum. Bad Boys For Life , sum er ein ferð aftur á gamlar, kendar gøtur frá 90unum. Og so ummæla vit ævisøgufilmin Dolomite Is My Name við Eddie Murphy í høvuðsleiklutinum. Rútmisk guðstænasta er eitt hugtak, sum stundum hevur verið uppi at venda. Tað snýr seg um, at umframt vanligar sálmar fara aðrir sangir, sum ikki beinleiðis eru kirkjuligir, at verða sungnir og spældir. Holgar Johannesen fer við bólki at spæla til guðstænastu í Argja Kirkju sunnudagin klokkan 13. Hett er ein eyka guðstænasta og hevur ikki nakað at gera við hámessuna, t.v.s. vanligu guðstænastuna klokkan 11. Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur sett í gildi nýggja kunngerð um rúsdrekka. Í kunngerðini stendur, at tað hvørki er loyvt at framleiða ella innflyta rúsdrekka, sum er sterkari enn 60 . Spurdur um, hví hann heldur fast um hámarksprosentið, svarar Helgi, at hámarksprosentið stendur í lógini, og tí skal lógarbroyting til, um tað skal broytast. Men Helgi ætlar sær ikki at gera nakað fyri at broyta lógina og sipar til gomlu lógina frá 1992, har man var bangin fyri, at Rúsdrekkasølan skuldi fara at selja vandamikið finspritt Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur sett í verk nýggja kunngerð um rúsdrekka. Hámarksprosentið á 60 er ónortið í mun til gomlu kunngerðina. Tað vil siga, at tað framvegis hvørki er loyvt at innflyta ella framleiða rúsdrekka, sum er sterkari enn 60 . Vikuskiftissendingin hevur spurt Rúna Nielsen, whiskykennara, hvat tað hevur at siga fyri úrvalið av whisky í Rúsuni umframt hvønn týdning, tað hevur fyri eina møguliga føroyska whiskyvinnu. Rúni vísir á, at fleiri av teimum heilt góðu sløgunum av whisky hava hægri prosenttal enn 60, og hesi sleppa føroyingar tíverri ikki at keypa í Føroyum. Harafturat sleppa føroyskir whiskyframleiðarar ikki at selja whisky til ferðafólk og føroyingar annars, um tað er yvir 60 . Bólkurin ELT fer at spæla í Føroyum um vikuskiftið, Tað er í sambandi við Vetrarjazz 2020. Bólkurin telur Kit Downes á orgul, Tom Challenger á saksofon báðir úr Bretlandi Ingebjørg Loe Bjørnstad úr Noregi syngur og Dávur Juul Magnussen spælir trombon. Elt fer at spæla gamlar norskar sálmar og kingosang saman við kingobólkinum úr Tjørnuvík. Tað, sum er áhugavert, er, at bólkurin improviserar frítt yvir hesi gomlu løgini. Sum Dávur sigur, so er tað ikki nokk fyri hann at spæla klassiskan tónleik hann má hava tað fría ella frælsa improvisatoriska elementið við, tí, sum hann sjálvur málber seg, er hetta nakað, hann er uppvaksin við í Føroyum. Vikuskiftissendingin ringdi til hann, meðan hann var á konsertferð í Europa Ein av høvuðsavbjóðingunum í skúlaverkinum er, at 40 prosent av størvunum, sum ættarliðini í framtíðini fáa, eru ikki uppfunnin enn. Talið av teimum, sum eru deyð av coronavirusinum í Kina, er nú komið upp á 41 fólk, júst sum tað kinesiska nýggjárið byrjar í dag. Kinesisku myndugleikarnir boðaðu í morgun frá, at 15 fólk afturat vóru deyð í Hubei landslutin, har sjúkan tók seg upp. Tilsamans eru eini 1.200 fólk smittaði í Kina, skrivar BBC. Avbjóðingin hjá kinesku myndugleikunum er, at milliónir av kinesarum savnast júst í dag, nú tað kinesiska nýggjárið byrjar. Av somu orsøk eru fleiri hátíðarhald avlýst. Coronavirusið er nú eisini komið til Europa. Trý fólk er staðfest smittaði í Fraklandi, og bretar leita eftir 2.000 fólkum, sum eru komin til Stóra Bretland beinleiðis úr Hubei landslutinum. Í Australia eru fólk eisini staðfest sjúk av virusinum, sambært BBC. Eftir ferðaætlanini hjá skipunum, fara 700.000 fólk at vitja í Bergen, 120.000 fleiri enn í fjør, í Stavanger verður vøksturin úr 464.000 til 500.000 í ár og í lesund verður vøksturin úr 337.000 upp í 420.000 fólk í ár. Mælt verður til ein ferðafólkaskatt, og at nógv størri umhvørviskrøv verða sett til skipini sum vitja, tí tey økjast í tali fyri hvørt ár. Skjálvtin varð máldur til 6,8, og í morgun fóru bjargingarlið at leita eftir fólkum í nógvum bygningum sum vórðu javnaðir við jørðina. M.a. verður leitað eftir fólkum í einum bygningi sum var í fimm hæddum, og sum hoknaði saman. Eitt fólk er funn9ð á lívi í leivdunum, skrivar AFP. Samskifti er við partarnar um vikuskiftið, og seinasta hond verður løgd á at fara undir ítøkiligar samráðingar, sum hann málber seg. Nú er ein góð vika síðani, at Lønardeildin sendi boð eftir Semingsstovninum, tí so langt var millum tað, sum Starvsmannafelagið krevur í lønarhækking, og tað, sum Fíggjarmálaráðið vil lata. Hóast Semingsstovnurin er boðsendur í samráðingunum við Starvsmannafelagið, heldur Lønardeildin fram við samráðingunum við onnur fakfeløg. Hjá 12 fakfeløgum á almenna arbeiðsmarknaðinum fara sáttmálarnir ikki úr gildi fyrr enn 1.oktober í ár, tí teir eru galdandi í trý ár. Kristian Martin Petersen vitjar í leygardagssendingini, og við sær hevur hann tvær søgur, har onnur er sonn, meðan hann pellar í hinari. Men hvør er sanna søgan, og nær pellar hann Tað er spurningurin. Beinta M. Pedersen er boðin til Kaffiduss. Aftaná eru Andras Sólstein, Theresa Turiðardóttir Kreutzmann og Heini í Havn Magnussen í Kjakaríinum, og at enda er Kristian Martin Petersen gestur í táttinum Tú pellar . Andras Sólstein, Theresa Turiðardóttir Kreutzmann og Heini í Havn Magnussen luttakað í Kjakaríinum, sum Eyðfinn Jensen skipar fyri. Beinta greiðir eisini týdninginum og torføru uppgávunum hjá hjálparfelagskapinum, og hví tað er umráðandi at søkja hjálp, um ein hevur verið útsettur fyri kynsligari misnýtslu. Varðin Pelagic fekk 1500 tons av svarkjafti sum royndarkvotu. Royndarkvotan skuldi brúkast til eina verkætlan, sum var í trimum pørtum. Annar partur var at betra um flakaskeringina á virkinum, millum annað við at umbyggja flakamaskinurnar, so tær eru betur egnaðar at skera svartkjaft. Triði parturin av verkætlanini var ein royndarframleiðsla av surimi. At kanna góðskuna á suriminum og at samskifta við keyparar sum eru á marknaðinum. Tá farmaskipið hjá Smyril Line, Mykines, var á veg til Íslands hósdagin var veðrið sera vánaligt, og tá skipið var komið nakað vestur um Føroyar, fekk tað ein ógvusligan sjógv sum gjørdi skaða umborð. Skipið valdi at venda aftur á Havnina, har tað kom seinnapartin í gjár. Rúni Poulsen, stjóri á Smyril Line, at ein rútur fór inn í apteringini. Tann skaðin er nú umvældur, at Mykines fer av Havnini aftur nú seinnapartin. Carrie Lam segði eisini, at hon sjálv stendur á odda fyri serligu nevndini sum er skipað, og sum skal forða fyri at virusið breiðir seg. Øll sum koma til Hongkong skulu hava heilsuváttan, og tey sum ikki halda reglurnar, kunnu fáa fongsulsrevsing í seks mánaðir ella eina bót uppá 5.800 krónur. Stjórnin hevur eisini gjørt av, at øll sum fara úr Hongkong, skulu hitamátast. 9. februar skuldi Hongkong marathon vera. Har var væntandi at 70.000 fólk skuldu renna, men tað er avlýst. Barnagarðar og skúlar skuldu eftir ætlan lata upp aftur 3. februar, eftir kinesiska nýggjárið, men stovnarnir lata ikki upp aftur fyrr enn í fyrsta lagi 17. februar, skrivar South China Morning Post. Í gjár vórðu fimm tilburðir av coronavirusinum staðfestir í Hongkong. Øll fólkini komu úr kinesiska býnum, Wuhan, og haðani fáa fólk ikki longur loyvi at koma til Hongkong, segði Carrie Lam. Heilsufrøðiligu myndugleikarnir í Ruslandi, Rosselkoznador, hava gjørt av, at Bakkafrost ikki sleppur at flyta alifisk til Russlands eftir 10. februar. Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti sigur, at russiska bannið kann kosta Bakkafrosti millum 240 og 300 milliónir krónur í útflutningi, men verður alt Bakkafrost samtakið tikið undir einum, tað vil siga eisini við skotsku alifyritøkuni, sum felagið keypti herfyri, so svarar tað til 2 3 prosent av samlaða útflutninginum hjá felagnum. Hetta er ikki fyrstu ferð, at heilsufrøðiligu myndugleikarnir í Russlandi hava steðgað innflutningi frá føroyskum fyritøkum. Bæði Varðin Pelagic á Tvøroyri og Næraberg hava verið rakt av banni áður, men útflyta í dag aftur til Russlands. Regin Jacobsen sigur, at útflutningur til Russlands er minkaður rættiliga nógv seinsata hálvtannað árið, tá Russland stóð fyri 30 prosentum av útflutninginum hjá Bakkafrosti av aldum laksi. Skipanin í Russlandi virkar annars soleiðis, at tey góðkendu virkini fáa grønan lit í yvirlitinum hjá myndugleikunum. Er illgruni um okkurt, fáa tey gulan lit, meðan tey verða reyð, tá bann verður sett í verk. Ein annar alari í Føroyum, Mowi, sum er gamla Marine Harvest, er komið á gula listan hjá russum. Heilsufrøðiliga starvsstovan kunnar á síni heimasíðu um, at heilsufrøðiligu myndugleikarnir í Russlandi koma á vitjan einaferð í ár, men at enn er eingin dagur ásettur fyri vitjanina. Eisini Ræven og Rønnebærrene, sum í veruleikanum er heitislag, og Natradio, hava verið spæld nógv í Danmark. Við útgávuni frammanundan, Beat, høvdu teir so at siga funnið sín egna stíl, meðan henda var meira fullkomin og betri heildarverk enn Beat, hóast hon innihelt bólksins størsta klassikara, Bag Duggede Ruder. Nutidens unge var eisini lopfjølin til ta næstu plátuna, har plátufelagið CBS veruliga satsaði fíggjarliga. Talið á teimum, sum eru smittað við coronavirusi, er nógv vaksið, og kinesisku heilsumyndugleikarnir stúra fyri, at virusið verður betur ført fyri at breiða seg. 56 fólk hava latið lív, og tað stendur um lív hjá 140 fólkum, upplýsir kinesiski heilsumálaráðharrin.1.600 heilsustarvsfólk eru send til býin Wuhan, har smittan fyrst varð staðfest. Heilsumyndugleikarnir halda, at ígerðartíðin sum er tíðin frá tí, at tú ert smittaður, til tú verður sjúkur er millum ein og 14 dagar. Coronavirus hevur breitt seg til fleiri lond, millum annað Frakland og USA. Kinesiski heilsumálaráðharrin sigur, at smittan hevur breitt seg til 15 lond. USA fer nú at flyta amerikanskar diplomatar úr kinesiska býnum Wuhan, har corona virusið upprunaliga varð staðfest, upplýsir amerikanska uttanríkisráðið, sambært Reuters. Tey, sum eru í størsta vanda fyri at verða smittað, fáa framíhjárætt at sleppa við flogfarinum, sigur amerikanska uttanríkisráðið. Kinesiski forsetin, Xi Jinping, sigur, at coronavirusið hevur elvt til eina álvarsliga støðu í Kina, og myndugleikarnir gera alt, teir eru mentir, at forða fyri, at smittan skal breiða seg. Talan er um eitt fólk, sum hevur verið í Hubei landspartinum í Kina, og sum verður hildið at vera smittað. Viðkomandi liggur á sjúkrahúsi, upplýsir kanadiska stjórnin. Í gjár váttaðu avstralskir myndugleikar, at fýra fólk hava fingið staðfest smittuna. Avstralia er væl umtókt ferðamál hjá kinesarum, og tey fýra, sum eru smittað í Avstralia, hava øll verið í Wuhan í Kina. Fríggjakvøldið varð coronavirus eisini staðfest í Fraklandi, sum er fyrsta evropeiska landið, har smittan er staðfest. Heimsheilsustovnurin, WHO, sigur, at enn er ov tíðliga at siga, um corona virus er ein altjóða heilsukreppa. Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi hava skotið upp fyri tinginum, at friðingarnevndirnar verða tiknar av, og at flyta heimildirnar hjá nevndunum til landsstýrismannin, sum so væntandi leggur sínar heimildir til Umhvørvisstovuna at umsita. Uppskotið hevur samband við málið um náttúru margfeldislógina, sum Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi løgdu fram í november, og sum er til viðgerðar í tinginum. Sirið Stenberg, sum var landsstýriskvinna í heilsu og innlendismálum, legði eisini eitt uppskot um náttúru margfeldislóg fyri tingið, men tað datt burtur, tá tingið fór í summarfrí. Sambært uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi, skal náttúru margfeldislógin koma í gildi 1. juli í ár, og við henni verða partar av náttúrufriðingarlógini óneyðugir og tí strikaðir. Staðbundnu friðingarnevndirnar og yvirfriðingarnevndin eru at rokna sum myndugleikar uttan fyri almennu fyrisitingina, og hava sínar heimildir beinleiðis frá løgtinginum. Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi halda, at tíðin er farin frá skipanini, har slíkar heimildir eru lagdar uttan fyri almennu fyrisitingina. Tað er ein rættartrygd, at avgerðir hjá einum myndugleika kunnu kærast, annaðhvørt til hægri fyrisitingarligan myndugleika ella til eina kærunevnd, siga teir í viðmerkingunum til uppskotið. Sirið Stenberg, fyrrverandi landsstýriskvinna, skeyt eisini upp at taka friðingarnevndirnar av, men uppskotið datt burtur, tá tingið fór í summarfrí. 777x flogfarið skal onkursvegna bjarga Boeing, sum kom í stóra kreppu, tá eitt annað nýtt flogfar hjá verksmiðjuni,737 MAX, fekk forboð fyri at flúgva, tí brek við flogførunum gjørdu, at tey duttu niður. Fyri Suðuroynna sum fjarskotið vinnuøki og arbeiðsmarknað, hevur tað størstan týdning, at sama nøgd av laksi verður virkað, sum verður ald í oynni. Tað ger lítlan mun hjá arbeiðsfólkinum á virkinum í Vági, at ein partur av laksinum, sum verður virkaður í Suðuroynni, er aldur til dømis í Sundalagnum. Í báðum førum vórðu tey givin, tí neyðugt var at taka stórar nøgdir í stutta tíð, og at virkið hjá Bakkafrosti í Vági hevðí ikki nóg stóra orku at virka fiskin. Helgi Abrahamsen sigur, at í staðin fyri at áseta, at hvør einstakur laksur, sum er aldur í Suðuroy, skal virkast í oynni, kundi verið ásett, at í minsta lagi sama nøgd, sum verður ald har, skal virkast í Suðuroynni. Í staðin fyri at trýsta alla tøkuna av laksi av einum alifirði til virkið eftir stuttari tíð, kundi nakað av fiskinum verið sent norður til virkingar, og tá liðugt er at taka í Suðuroynni, kundi sama nøgd av fiski verið send suðuraftur. Aliumsitingin hevði havt eftirlit við einari slíkari skipan, ið kundi tryggjað, at sama framleiðsla varð varðveitt í Suðuroynni, sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, í svarinum til Henrik Old og Sirið Stenberg. Aksel V. Johannesen í Javnaðarflokkinum spyr Helga Abrahamsen, landsstýrismann í vinnumálum, um ætlanin er at gera eina lóg um vaktarvirksemi í Føroyum. Aksel V. Johannesen sigur, at hóast lítil kriminalitetur er í landinum, er tørvur á vaktarfólki, sum halda vakt við almennar og privatar bygningar. Nógv vinnuligt vaktarvirksemi er, men eingin lóg er á økinum, og sostatt ongar treytir fyri, hvørjar førleikar vaktarfólk skulu hava. Aksel V. Johannesen heldur eisini, at tað hevði veri áhugavert at kannað, um grundarlag er fyri at seta á stovn útbúgving ella skeið í vaktarvirksemi í Føroyum. Arbeiðsbólkurin, sum gjørdi tilmælið um at stovna føroyska veðurstovu, sigur, at í dag er ikki torført at fáa føroyskar veðurfrøðingar at manna veðurstovuna. Max Weihe verður nú í Meg minnist. Hann eitur Max Cecil Weihe eins og pápin, ið varð nevndur Cecil á Selatrað. Mamman var Mathilda var eisini av Selatrað. Tey bygdu á eini trøð í Brekkunum á Selatrað, sum Cecil fekk frá beiggja sínum Lassen, ið var bóndi á størsta garði í Eysturoynni. Weihe navnið kom úr Lamba til Selatraðar, tá Gamli Lassin Weihe av Bønhúsmørk giftist við garðagentuni á Niðristovugarði, sum var 11 merkur. Gamli Lassin hevði gingið í realskúla í Havn. Sonurin Hans Petur, sum hevði stóran handil í Søldarfirði, hevði verið 12 ár á skúla og i handli í Danmark. Søren Brostrøm, stjóri í danska heilsustýrinum, leggur dent á, at tilmælið tekur ikki bara fyrilit fyri heilsuvandanum, men eisini, at kinesiskir myndugleikar hava at kalla stongt býin, og tað er torført at sleppa inn og úr Wuhan í løtuni. Tað er ein trupulleiki í royndini at avmarka smittuvandan, at fólk, sum eru smittað, kunnu smitta onnur, áðrenn tey hava fingið sjúkutekin, siga myndugleikarnir. Endamálið við ungdómstinginum er millum annað at geva næmingum størri innlit í fólkaræðið, at lata teir vera ein virknari partur av fólkaræðinum, og at geva teimum innlit í, hvat leikluturin hjá løgtinginum er, og hvat arbeiðið hjá tinginum fevnir um. Tey 32 ungdómstingfólkini viðgjørdu 12 lógaruppskot, sum snúðu seg um millum annað skúlaviðurskifti, valrætt, ferðslu og rúsdrekka. Arbeiðsbólkurin, sum gjørdi tilmælið um at stovna føroyska veðurstovu, sigur, at í dag er ikki torført at fáa føroyskar veðurfrøðingar at manna veðurstovuna. Eitt farloyvi hjá einum býráðslimi í Havn endar nú á borðinum hjá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni í umhvørvis og vinnumálum, sum eisini umsitur kommunumál. Heðin Mortensen, løgtingsmaður, sum eisini er býráðslimur, spyr landsstýrismannin, um tað var ein politisk avgerð at broyta siðvenjuna um farloyvi hjá einum kommunustýrislimi beint fyri jól. Og tað hevði hon rætt til, tí eingin regla forðar einum kommunustýrislimi at møta á býráðsfundi, hóast viðkomandi er í farloyvi, segði Kommunala eftirlitið í einum svari til Tórshavnar býráð. Hann sigur í viðmerkingunum til fyrispurningin til Helga Abrahamsen, at øll 47 árini, hann hevur verið í býráðspolitikki, hevur tað verið siðvenja, at fer ein býráðslimur í farloyvi, skal farloyvið vera fyri í minsta lagi 14 dagar. Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu hevur víst á, at sambært grein 19 í kommunustýrislógini stendur, at tá býráðslimur, sum er í farloyvi, kann møta aftur, fer tiltakslimurin út. Men Heðin Mortensen vil vera við, at hendan greinin snýr seg bara um mannagongdina, tá fleiri tiltakslimir eru inni í senn, og ikki um longdina av farloyvinum, ella nær kommunustýrislimurin í fyrsta lagi kann taka sæti aftur. Heðin Mortensen sigur í viðmerkingunum til fyrispurningin, at verður niðurstøðan hjá Umhvørvis og vinnumálaráðnum galdandi í framtíðini, fer at bera til at skáka sær undan við at fara í farloyvi í minst 14 dagar, men dagin eftir broyta hugsan og taka sæti aftur. Kim Kielsen, landsstýrisformaður í Grønlandi, hevur ikki tikið endaliga støðu til, um hann skal stilla uppaftur til formanssessin í landsstýrisflokkinum Siumut. Eg havi sagt, at eg vísi ikki aftur at stilla upp til formansvalið, og tað gjørdi eg, eftir at skurðviðgerðin í hjartanum eydnaðist væl. Av heilsuávum bað eg í november í fyrraárið flokkin um at finna eitt annað formansevni, men nú eri eg væl fyri, og heilsan er eingin forðing. Men eg má tosa við familjuna og baklandið fyrst, sigur Kim Kielsen við Semitsiaq. Næstformaðurin í flokkinum, Karl Kristian Kruse, hevur longu boðað frá, at hann stillar upp, og nú hevur Vivian Motzfeldt, forkvinna í landstinginum, eisini boðað frá, at hon fer at stilla upp til formansvalið í flokkinum. Sálmar 003 Harranum lovið 024 Fedranna trúgv 192 Mín Jesus, lat mítt hjarta fá 267 Eg veit, hvar góð er grundin 485 Alla staðir, hvar eg eri. Deknur Monica Ziska Urguleikari Hans Christiansen Klokkari Hans Jørgin Nysted Prestur Hanus á Gørðum Tøkningur í kirkjuni Johnny Olsen Í studio Leivur Thomsen Filmstónleikur frá 2019, sum er tilnevndur Golden Globe Awards og Academy Awards í 2020 Joker, Little Women, Marriage Story, 1917 og Star Wars, the Rise of Skywalker. Men í kvøld vann dugnaligi leikstjórin so størsta danska filmsheiðurin, Robert, fyri stuttfilmin Ikki illa meint , sum forrestin eisini vann Geytan. Talan kann gerast um eitt avgerandi stig á yrkisleiðini hjá Andriasi Høgenni, ið arbeiðir við at gera spælifilmar í fullari long. Robert heiðurslønin kann geva atgongd til fígging, men tað er í øllum førum ein staðfesting av, at tað ber til at gera seg galdandi við við filmum á føroyskum uttan fyri Føroyar. Og Búnaðargrunnurin kann veita fígging til tangar at hava tøð í. Havbúnaðarfelagið sigur, at skipanin við undantaksloyvum eigur at fara úr gildi aftur um tvey ár. Tað eigur at vera kravt, at tá kommunan viðger umsóknir um undantaksloyvi, skal hon spyrja fólk, fyritøkur og onnur, sum avgerðin um undantaksloyvi til at taða ávirkar. Løgtingið samtykti í fjør at gera hendan dagin til almennan minningardag í Føroyum, eftir at ST í 2005 samtykti at gera dagin til altjóða minningardag. Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sigur í sambandi við minningardagin í dag, at tað er okkara skylda sum menniskju og sum samfelag at halda á við at lurta, læra og minnast Holocaust, tí at skipaða fólkadrápið undir seinna veraldarbardaga telist millum andstyggiligastu og ótespiligastu brotsgerðir, sum nakrantíð eru framdar. Løgmaður sigur víðari, at tað er neyðugt, at komandi ættarlið fáa innlit í, hvønn týdning ráðandi virði og hugsanir hjá menniskjum kunnu hava, og hvussu hetta eisini í dag kann føra til grundleggjandi mannarættindabrot. Tá boð komu frá løgmanni um landsstýrissessin í mentamálum, var Rigmor Dam avbrotin í einum kanningararbeiði, sum hon var farin undir. Mín kanningarferð kom ikki longur enn til nakrar fyribils samrøður og eina lítla blaðgrein, men allastaðni var undirtøkan góð, tí øll kenna onkra lagnu. Umleið 2.800 fólk hava nú fingið staðfest corona smittuna. Tað skrivar AP tíðindastovan. Tey flestu, 2.744, eru í Kina. Tilsamans hevur sjúkan kravt 80 mannalív. 15 býir eru heilt ella partvís avbyrgdir, skrivar CNN. Tað merkir, at fólk als ikki, ella í sera avmarkaðan mun, sleppa úr avbyrgdu býunum. Fleiri lond mæla nú borgarum sínum til at fara úr raktu økjunum, men avbyrgingarnar hava eisini við sær, at útlendingar sleppa ikki avstað. Heimsheilsustovnurin, WHO, fer at hava fund um støðuna í dag. Fundurin verður í Bejing, og har skulu WHO og kinesisku myndugleikarnir tosa um, hvussu tað ber til at forða fyri, at smittan breiðir seg. Kinesiski forsætisráðharrin, Li Keqiang, vitjaði í gjár í býnum Wuhan, har smittan fyrstu ferð varð staðfest. Hann vitjaði millum annað handilsmiðstøðir og starvsfólk á sjúkrahúsum. Jóannes Lamhauge, sum spældi høvuðsleiklutin í Jósef og Litfagra Dreymakotið, og Jóhanna Norðberg Niclasen, sum hevur spælt við í bæði Audition, Grease og Feitar Tíðir. 27. januar minnast vit Holocaust. Henda dag í 1945 fríaði Reyði herurin hjá Sovjettsamveldinum jødarnar og onnur kúgað fólk úr týningarleguni Auschwitz. Tað var undir seinna heimsbardaga, at umleið 6 milliónir jødar umframt fólk frá øðrum minnilutabólkum, so sum samkynd, vórðu dripin. Í januar og februar í ár bjóða Nám og Amnesty International Føroyar skúlum til dupulttíma við fyrilestrum um Holocaust og fólkadráp. Hetta er ein samrøða, sum Sonne Smith hevði við Hans Holm á einum hotellkamari í Tel Aviv, tá ið teir báðir vóru í Ísrael í juli 2013 og savnaðu seg um søguna um jødarnar. Endamálið við ungdómstinginum er at geva næmingum størri innlit í fólkaræði, at lata teir vera ein virknari part av fólkaræðinum, og geva teimum innlit í, hvør luturin hjá løgtinginum er í fólkaræðinum. Semingsstovnurin hevði fund við Starvsmannafelagið fyrrapartin. Og seinni í dag verður fundur við Lønardeildina. Ítøkiligar sáttmálasamráðingar byrja nú í vikuni, kanska í morgin. Nú er ein góð vika síðani, at Lønardeildin sendi boð eftir Semingsstovninum, tí so langt var millum tað, sum Starvsmannafelagið krevur í lønarhækking, og tað, sum Fíggjarmálaráðið vil lata. Ramsarkunngerðin sigur millum annað, at frá 15. apríl til og við 31. august er bannað at sigla við vatnskutara nærri enn 500 metrar úr landi kring Nólsoy, Skúvoy, Mykines og Mykineshólm. Arbeiðsbólkurin hevur brúk fyri meira tíð, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna í almannamálum, sum eisini umsitur bústaðarmál. Síðsti framløgudagur er 6. mars, og verður tørvur á lógarbroytingum, verður torført at fáa málið avgreitt í hesari tingsetuni, sigur landsstýriskvinnan Lógvabrestirnir dundu í Tivoli salinum í Keypmannahavn í gjárkvøldið, tá tað varð kunngjørt, at føroyski stuttfilmurin Ikki illa meint, hevði vunnið Robert heiðurslønina fyri besta stuttfilm. Johan Dahl spurdi, hvussu langt arbeiðið at broyta eftirlønarlógina er komið, so føroyskir útisiglarar sleppa undan at gjalda eftirløn til tvær eftirlønarskipanir. Støðan í løtuni er tann, at føroyskir útisiglarar í Noregi gjalda eftirløn til tvær eftirlønarskipanir, eina í Føroyum og eina í Noregi, sigur Johan Dahl. Jørgen Niclasen sigur, at uppskot um lógarbroyting er sent til hoyringar, har mælt verður til, at inntøka, sum er forvunnin uttanlands fyri útlendskan arbeiðsgevara, sleppur undan at rinda eftirlønargjald. Sostatt sleppa tey, sum hava inntøku, sum er forvunnin uttanlands, undan kravinum at rinda eftirlønargjald í heyst, sigur Jørgen Niclasen í svarinum til Johan Dahl. Støkk vann fimleikafagnaðin, sum var í Norðulandshúsinum í Havn um vikuskiftið. Uppgávan hjá teimum fimm luttakandi feløgunum var at tulka evni, kongaríkið og vísa úrslitið og breiddina í felagnum við rørslum, ljósi, tónleiki og ikki minst hugflogi. Hetta er seytjandu ferð, at fagnaðurin er á skránni, og breið semja er um, at tiltakið er so nógv annað enn ein kapping. Her skulu øll sleppa við, eisini tey, sum ikki eru elitufimleikarar, sigur Jenny Petersen, sum hevur verið dómari til fagnaðin fleiri ferðir. Hann samlar alt felagið, og tað er gott fyri felagsskapin, sigur Gunn Reginsdóttir Hermansen, forkvinna í Fimleikasambandinum og samskipari. Fimm feløg og 400 íðkarar tóku lut í fimleikafagnaðinum í ár. Fótbóltur og aðrar ítróttargreinar kunnu nýtast til at viðgera lívstílssjúkur sum diabetes og hjarta og æðrasjúku. Tað sigur gransking, sum var løgd fram á altjóða ráðstevnuni, Football is Medicine 2020, sum varð í Kongshøll um vikuskiftið. Fótbóltur virkar sum breiðspektraður heilivágur. Tað vil siga, at tað ber til at brúka fótbólt og onnur bóltspøl, sum part av viðgerðini av teimum stóru lívsstílssjúkunum, sigur Magni Mohr, professari á Fróðskaparsetri Føroya. Magni Mohr sigur, at tað er sannlíkt, at læknin í framtíðini fer at senda sjúklingar til heilsufótbólt sum part av sjúkraviðgerð. Tað kundi verið tað, ella svimjing, venjingarmiðstøð, rógving ella at ganga í fjøllunum. Men tað krevur, at mann setir eina skipan upp, at tað er undir umsjón og at hetta er nakað, sum heilsuverkið er við upp á, sigur Magni Mohr. Tey trý, sum eru í uppskoti at gerast ársins leiðari í almenna geiranum, eru Jógvan Fríðriksson, bispur, Gudmundur Joensen, stjóri á ítróttarháskúlanum í Suðri, og Jóhanna á Tjaldrafløtti, stjóri á Húsarhaldsskúlanum. Tey trý, sum eru í uppskoti at gerast ársins leiðari í privata geiranum, eru Sunneva Háberg Eysturstein, stjóri í Sirkus, Fróði Clementsen, stjóri í Teldutænastuni, og Árni Jakobsen, stjóri í SMJ. Í dómsnevndini sita Guðrið Højgaard, stjóri í Visti Faroe Islands, Børen Bruun, stjóri í Suðuroyar sparikassa, og Malan Johansen, stjóri í Landsbanka Føroya. Tórshavnar býráð fer hóskvøldið at viðgera eitt uppskot um serstaka byggisamtykt fyri vindmyllurnar, sum skulu Magn og Lív fara at seta upp í Flatnahaga. Haraftrat er teknisk útgerð hjá Arktisk Kommando á lendinum, og tryggjast má, at vindmyllurnar ikki órógva virksemið hjá Arktisk Kommando, sigur Tórshavnar kommuna. Handilsvinnufelagið sigur, at bensinstøðir hava eisini tørv á atgongd til akfarsskránna hjá Akstovuni, tí hvønn dag gloyma bilførar at rinda rokningina, tá teir hava latið brennievni á. Men Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, sigur, at endamálið við lógaruppskotinum er bara at geva teimum trimum tunnilsfeløgunum loyvi at hava vakmyndatól í undirsjóvartunlunum og loyvi at fáa elektroniskar upplýsingar úr akfarsskránni hjá Akstovuni. Næstsíðsta fríggjadag var greitt, at Starvsmannafelagið og Lønardeildin standa ov mikið langt frá hvørjum øðrum, til at partarnir sjávir megna at finna semju. Semingsmaðurin hevur annars ongar viðmerkingar til krøvuni frá pørtunum. Terje Sigurðsson vil ikki siga, hvussu leingi hildið verður fram við semingsroyndini. Landssjúrkahúsið hevur nú sent føroyska parinum, sum er búsitandi í Keypmannahavn, har hann er undir útbúgving, eina rokning upp á 26.000 krónur, fyri at tey áttu sonin Rana í Føroyum. Tað var í oktober í fjør, at Niels Rødgaard og unnustan Rósa Heinesen, í skundi komu til Føroya, fyri at vera saman við mammu Niels, sum lá til tað síðsta við krabbameini. Hetta fall saman við, at Rósa skuldi eiga. Landssjúrkahúsið boðaði tá frá, at tey fóru at fáa eina rokning upp á minst 26.000 krónur. Tá málið kom fram í Kringvarpi Føroya, fekk Landssjúkrahúsið boð frá landsstýrismanninu í heilsumálum um at viðgera málið av nýggjum. Men Landssjúrkahúsið er komið til somu niðurstøðu At Niels og Rósa skulu gjalda fyri at Rósa átt í Føroyum, tí tað er Niels, og ikki Rósa, sum er í útbúgvingarørindum uttanlands. Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur annars sent eitt uppskot til kunngerð til hoyringar sum ger, at pápar, sum eru uttanlands í lestrarørindum, eisini skulu sleppa undan at gjalda, tá konan ella unnustan eigur í Føroyum. Men kunngerðin er enn ikki lýst Bakgrund Søgan um serligu støðuna, sum Niels Rødgaard og Rósa Heinesen eru endað í, kom fyrstu ferð fram í Breddanum í útvarpinum hjá KVF. Hoyr alla søguna um, hví Niels og Rósa í skundi noyddust at koma til Føroya, júst sum Rósa var komin á soppin. Hoyr Bredda 15.10.2019 her Tað var røtt avgerð at leggja Studentaskúlan, Handilsskúlan og Tekniska skúla saman í Glasir. Tað sigur Steinbjørn Hardlei, sum tók við sum stjóri 1. januar. Hann sigur, at tað gevur nógvar møguleikar at arbeiða saman og størri virðing er skapt um tey ymsu fakøkini, tí tey vita meira um hvørt annað og tað skapar nýggjar møguleikar, so næmingurin fær eina enn betri undirvísing. Stjórin sigur eisini, at ein nýggj útbúgving verður fyrireikað, har studentaskúli og ein handverkaraútbúgving verða sett saman í eina útbúgving. Enn er hon á fyrireikingarstigi. Í sendingini kemur fram, at meiningarnar um nýggja glæsiliga bygningin eru ymiskar. Summir næmingar eru glaðir fyri hann. Men Jóna Nicolajsen og onnur í hennara flokki kláraðu ikki at vera inni í Glasi og tí fingu tey eina skúlastovu í gamla Handilsskúlanum omanfyri. Jóna heldur, at Glasir hevði riggað best sum ein handilsmiðstøð. Annars hevur Glasir meira enn 20 ymisk tilboð til ung og lesandi. Av teimum eru fleiri hægri útbúgvingar. Umleið 1.700 fólk hava sína dagligu gongd á skúlanum. 1.450 næmingar og lesandi og 250 lærarar og onnur starvsfólk. Tey, sum annars verður tosað við í hesari fyrru sendingini á Glasi, eru Steinbjørn Hardlei, Eydna í Billustovu, Jórun Gudmundsen, Ruth Boetius, Sverri Mortensen, Hjalgrim Davidsen, Eirikur Ó. Simonsen, Allan Hjaltalin, Beinir Simonsen, Bjørk Gudmundsen, Tórfríð Erlingsdóttir, Mona Wang, Egon Øregaard, Annika Malunardóttir, Jóna Nicolajsen, Bjørk Sigurdsdóttir Lamhauge. Elsti parturin av skúlanum er frá miðskeiðis í 80 unum, tann nýggi parturin er frá 2008 og 2016, men tað hevur ongan týdning í hesum førinum, tí tað lekur bæði í elsta og nýggja partinum. Rúni Heinesen, stjóri á Tekniska skúla í Klaksvík, sigur, at verður einki gjørt fyri at tetta lekarnar sum skjótast, kann umvælingin gerast dýr. Bakkafrost hevur fingið at vita, at óynsktar bakteriur eru funnar, og tað er orsøkin til, at heilsufrøðiligu myndugleikarnir í Russlandi hava sett laks av virkinum á Glyvrum á reyðalista. Borgarafundur um frágreiðingina verður seinnapartin í februar, og í mars fara fyrstu húsarhaldini í Vági at skilja lívrunnið tilfar frá vanliga húsarhaldsruskinum, sigur Dennis Holm, borgarstjóri. Hann sigur, at í 2022 verður ruskið, sum fer til IRF úr Vágs kommunu, 20 til 25 prosent minni enn nú. Á borgarafundinum í februar verða húsarhald boðin at vera við nýggju skipanini, sigur Dennis Holm. Í fyrsta umfari vera minst 30 húsarhald við. Lívrunnið tilfar fer í eina kommunala kompostskipan og gjørd til sankutøð. Um eitt til hálvtannað ár er ætlanin, at øll húsarhaldini í kommununi vera við í skipanini. Semingsroyndin verður á Hotel Hafnia. Næstsíðsta fríggjadag var greitt, at Starvsmannafelagið og Lønardeildin standa ov mikið langt frá hvørjum øðrum, til at partarnir sjávir megna at finna semju. Nú verður so farið undir endaspurtin, og vit ætla at halda fram, til tað røkkur ella støkkur, sigur Terje Sigurðsson. Semingsmaðurin hevur annars ongar viðmerkingar til krøvini frá pørtunum. Í Snipp snapp eru teknifilmar, ið eru ætlaðir smáum børnum. Hesaferð eru teknirøðirnar Sára og Dunna, Elias og L fyri lomb. Snipp snapp er hvørt mikukvøld, og hóskvøld og leygarkvøld og sunnumorgnar. Danska stjórnin er nú í januar farin undir samráðingar við flokkarnar í fólkatinginum fyri at kanna, um grundarlag er fyri at gera semju um politiið og ákærumyndugleikan semju, sum skal vara í nøkur ár, og byrja næsta ár. Hendan semjan verður eisini galdandi fyri Føroyar, svarar hann. Tey serligu viðurskiftini í Føroyum verða tikin við í semjuni, sigur ráðharrin í stutta svarinum. Edmund Joensen sigur, at Ríkispolitiið hevur ikki gjørt nóg stórar íløgur í avlurting í Føroyum, kt skipanin hjá politinum í Føroyum er avoldað, politiið hevur brúk fyri betri umstøðum til skotvenjing og skjótari atgongd til EIS skrásetingina. Edmund Joensen og Nick Hækkerup høvdu fund um avbjóðingarnar hjá politinum í Føroyum í november í fjør. Edmund Joensen vísti tá millum annað á, at avlurtingarpakkin, sum bleiv samtyktur í 2014, ikki er farin at virka í Føroyum enn. Niðurstøðan er, at klædnaposar eru nógv verri fyri umhvørvið enn plastposar, tí tað dálkar illa at gera posar úr bummull, og at virka bummull yvirhøvur. Kanningin sigur, at ein pappírsposi skal brúkast 40 ferðir, ein posi úr vanligari bummull 7.100 ferðir og ein posi úr vistfrøðiligari bummull 20.000 ferðir, áðrenn teir eru betri fyri umhvørvið enn plastposarnir. Kinesiska sendistovan í Danmark sigur í tíðindaskrivi í morgun, at Jyllands Posten og teknarin, Niels Bo Bojesen, skulu viðurkenna mistakið, og geva kinesiska fólkinum eina almenna umbering. Meðan kinesiska stjórnin og fólkið gera alt fyri at basa heilsuhóttanini, og altjóða samfelagið stuðlar Kina, prentar Jyllands Posten eina tekning, sum háðar Kina, sigur sendistovan. Vit hava prentað eina tekning, sum nýtir kinesiska flaggið og corona virusið sum karm um eina hending, ið ávirkar allan heimin í løtuni, sigur Jacob Nybroe. Bretland fer væntandi í dag at taka endaliga avgerð, um útgerð frá kinesiska tele risanum, Huawei, skal brúkast til nýggja 5G netið í Bretlandi. BBC skrivar, at avgerðin í dag verður grundað á eina heildarmeting av tøkniliga vandanum, politisku viðurskiftunum og kostnaðinum. Boris Johnson segði í gjár, at hann vil hava eina skipan, sum gevur brúkarunum so nógvar fyrimunir sum gjørligt, uttan at avmarka trygdina, ella ávirkar trygdarviðurskifti við onnur lond. Vrakar Bretland Huawei, ber til at keypa útgerð frá kunnu Ericsson og Nokia, men tann loysnin er nógv dýrari, skrivar BBC á heimasíðuni. Tey átta árini, Eyðfinn Magnussen, lívfrøðingur á Fróðskaparsetrinum, hevur skrásett haruveiðuna, hevur veiðan verið millum 9.000 og 3.000 árliga. Vit hava evnarík filmsfólk, ið vinna virðislønir. Vit hava stovnað filmshús, og áhugin fyri Føroyum sum filmsland økist í hvørjum. Tina í Dali Wagner er leiðari í filmshúsinum. Hon sigur, at tað koma sera nógvir fyrispurningar í løtuni um at gera film í Føroyum. Andrias Høgenni vann um vikuskifti eina Robert virðisløn fyri besta stuttfilm. Hann sigur, at vit eru komin til eitt vegamót, har vit fara frá stuttfilmum til spælifilmar í fullari longd. Sjálvur er hann í holt við verkætlan um spælifilm. Tina greiðir eisini frá, at landið kann fáa ágóðar av, at stórar filmsframleiðslur koma okkara veg. til dømis er ein partur av nýggja James Bond filminum framleiddur í Føroyum. Endaliga inntøkan er ikki liðug roknað enn, men helst er talan um nógvar milliónir krónur til landið. Tí vóru vit eitt sindur vónbrotin, tá filmur ikki varð raðfestur frá politiskari síðu. Filmur er ein sera sterkur miðil, tá tað kemur til at bera okkara mentanararv víðari, og tað kostar at gera film. Soleiðis sigur Tina um týdningin av, at stuðulin frá landinum fylgir við menningini av filmsvinnuni. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna í almannamálum, sum eisini er landsstýriskvinna í javnstøðumálum, hevur valt Javnstøðunevndina av nýggjum. Hinir føstu limirnir í nevndini eru Annfinnur Garðalíð, sum umboðar løntakarar, Niels Winther, sum umboðar arbeiðsgevarar, Hedvig Johansdóttir umboðar skúla , heilsu og almannaverkið, og Helena Fríðheim umboðar Kvinnufelagssamskipan Føroya. Í Grønlandi eru tey til reiðar, skuldi coronavirusið komið hagar. Sannlíkindini fyri, at Corona kemur til Grønlands eru tó lítil, og vandin fyri, at virusið breiðir seg har, er uppaftur minni. Men vit eru klár, sigur landslæknaembætið í Grønlandi. Embætið hevur eina ætlan um, hvussu fólk, sum illgruni er um eru smittað, skulu handfarast eisini, so tey ikki smitta onnur. Landslæknin hevur millum annað samstarv við Air Greenland um ætlanina at lofta Coronavirusinum, skuldi illgruni verið um, at tað kemur til Grønlands. Í morgin hevur landslæknin í Føroyum, Lars Fodgaard Møller, fund við Heilsumálaráðið um coronavirusið. Annars fylgir landslæknin boðunum frá danska heilsumálastýrinum um mannagongdir í sambandi við virusið. Tann spurningin seta vit millum annað Óluvu í Gong, forkvinnu í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, og Pæturi Niclasen, formanni í S og K felagnum. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir hevur sett nýggju javnstøðunevndina. Nýggj forkvinna er Mai Laksáfoss Simonsen, ið avloysir Ólavur Ellefsen. Tað skal løgtingið skal taka støðu til í næstum, nú Ingilín D. Strøm, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, hevur lagt uppskot fyri tingið um at banna óneyðugum einnýtisplasti. Frammanundan er tó greitt, at Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í umhvørvismálum, er ikki so heitur fyri at loysa trupulleikar við forboðum. Ein samanteljing í dag vísir, at Klakkur hevur 184 tons, Kambur hevur 147 tons, Eivind hevur 139 tons, Jákup B 138 tons, Stapin 138 tons og Jógvan I hevur 124 tons. Til hesar sáttmálasamráðingar krevur Starvsmannafelagið tað, ið sambært felagnum er ein lønarhækking, ið er røtt og rímilig . Og tað halda vit fast um, sigur Súni Selfoss, formaður, nú semingsroyndin er byrjað Tað sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður, nú Semingsstovnurin er farin á fund við Starvsmannafelagið og Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum. Tað var Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum, sum næstsíðsta fríggjadag sendi boð eftir Semingsstovninum, tí ov langt var millum Lønardeildina og Starvsmannafelagið. 23.apríl í 2015 samtykti Tórshavnar býráð at fara undir at gera byggiskrá fyri langhyl við verandi svimjihøll, sum varð liðug í 1982. M.a. skal felagið kannast væl og virðiliga, eins og øll hini feløgini, sum liggja framvið, og Huawei sleppur ikki at veita meir enn 35 prosent av tøknini til 5G í Bretlandi. Norski professarin, Olav Lysne, sum hevur skrivað eina bók um viðurskiftini hjá Huawei, sigur, at lond eiga ikki gleivbeint at taka ímóti tøkni frá nøkrum einstøkum felagi. Tí verður staðfest, at hetta er fyrsti tilburðurin, at virusið hevur smittað millum fólk uttan fyri Asia, skrivar týska tíðindastovan, DPA. Týsku heilsumyndugleikarnir upplýsa, at talan var um eina kinesiska kvinnu, sum vitjaði á skrivstovuni, har maðurin arbeiðir í Týsklandi. Der Spiegel skrivar, at kvinnan hitti foreldrini, sum búgva í Wuhan, áðrenn hon fór til Týsklands. Tá hon kom heimaftur, gjørdist hon sjúk. Vit ummæltu og umrøddu leikin Cabar t, sum verður framførdur á Glasi. Gunnvá Zachariassen og Eyð Matras, sjónleikarar og leikstjórar, vitjaðu. Og vit spurdu millum annað, hvussu tað menniskjaliga var møguligt, at vanlig fólk luttóku í Holocaust. Kundu tú og eg tað sama verið fangavørðir í Auswitch Róland í Skorini og Georges Rouah, sum er jødi, góvu síni boð. Londini sum hava havt EBS avtalu við ES, hava skrivað undir eina avtalu við Bretland, nú bretar fara úr ES á midnátt fríggjakvøldið. Ein dani verður nú kannaður á universitetssjúkrahúsinum í Aarhus fyri coronavirus. Persónurin er avbyrgdur, váttar sjúkrahúsið fyri danska kringvarpinum. Viðkomandi var í kinesiska býnum Wuhan, har smittan upprunaliga varð staðfest, í 14 dagar, áðrenn sjúkueyðkenninini gjørdu vart við seg. Blóðroyndir verða nú tiknar, og tær verða sendar til Serumstovnin í Keypmannahavn, sum kann staðfesta, um persónurin er smittaður ella ikki. Altjóða minningardagur fyri Holocaust og onnur hópdráp hevur verið, og teir eru fullsamdir um, at tað hevur stóran týdning at minna á, hvat hendi og tosa um, hví tað hendi. Tá vit koma til árs og skulu liva av pensjónskrónunum, er útgjaldið skipað sambært løgtingslóg um eftirløn frá 2013 seinast broytt í 2018. Lógin ásetur, at minst 45 prosent av uppspærdu pensjónini skal gjaldast út sum lívslong veiting. Tað vil siga, at persónurin, sum hevur goldið inn til skipanina fær eitt mánarligt gjald so leingi viðkomandi er á lívi. Í mesta lagi 55 kann verða útgoldið sum lutaeftirløn. Upphæddin verður goldin yvir eitt avtalað tíðarskeið, tó í minsta lagi 10 ár. Í mesta lagi 15 kann útgjaldast sum kapitalútgjald tað vil siga, útgoldið í einum. Men tað er munur á hvussu nógv kvinnur og menn fáa í lívrentu tað vil siga mánaðarligum útgjaldi restina av lívinum, hóast tey rinda tað sama inn í skipanina. Orsøkin er at ánaðarliga útgjaldið verður roknað eftir miðal livialdri ikki fyri øll, men fyri ávikavíst kvinnur og menn. Og tá kvinnur liva í miðal 5 ár longri enn menn fáa tær eitt lægri mánaðarligt útgjald. Vit seta Ólavi Gunnarson, formanni í Maskinmeistarafelagnum, Óluvu í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfelagnum, og Pætur Niclasen, formanni í S og K felagnum, spurningin, um tað er lagið at gera hendan mismun. Nýggj forkvinna Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna í Almannamálum, setti í dag nýggju Javnstøðunevndina. Tað verður Mai Laksáfoss Simonsen, ið skal leiða arbeiði hjá nevndini næstu fýra árini. Hon var gestur í útvarpsstovuni har hon greiddi frá, at nevndin fer at halda fram í sama leisti sum undanfarna nevnd. Plastbann Skal ymiskar plastvørur til einnýtslu bannast Tað er spurningurin, ið løgtingsmenn skulu taka støðu til í næstum, nú Ingilín Strøm, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, hevur lagt eitt uppskot til samtyktar fyri tingið um at banna óneyðugum einnýtisplasti. Men hvat er óneyðugt einnýtisplast og er hetta gongda leiðin at minka um plastdálking Ingilín Strøm og Beinir Johannesen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, hittust í útvarpsstovuni at kjakast um evnið. Luttakarar í sendingini vóru Ólavur Gunnarson, Óluva í Gong, Pætur Niclasen, Poul Christoffer Thomassen, Mai Laksáfoss Simonsen, Ingilín Strøm og Beinir Johannesen. Vit spyrja fakfeløg, um tað er í lagi, at kvinnur fáa 13 prosent minni enn menn útgoldið av lívrentuni, tí tær liva longur enn menn. Pápar skulu verða longri heima í barnsburðafarloyvi, tað almenna skal virða lógina um kynsbýtið í almennum nevndum og kynini skulu javnsetast í pensjónum. Tað eru nøkur av málunum, sum nýggja forkvinnan í javnstøðunevndini, Mai Laksáfoss Simonsen, hevur sett sær fyri. Javnstøðunevndin hevur sín fyrsta fund hósdagin. Hini í nevndini eru Annfinnur Garðalíð, Niels Winther, Hedvig Jóhansdóttir og Helena Fríðheim. Tað er beinleiðis í strið við samgonguskjalið, at hækka fráfaringaraldurin úr 70 upp í 72 ár. Tað sigur Tordur Niclasen úr Miðflokkinum, sum var við til at orða hendan partin av samgonguskjalinum. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur svarað Brandi Sandoy, løgtingsmanni, sum spurdi, nær grótið í innsiglingini í Skopun verður tikið burtur og, um grótkastið verður umvælt. Havnin í Skopun er kommunal, og tí eigur Landsverk ikki grótkastið, svarar Jørgen Niclasen. Landsverk upplýsir, at grótið, sum kemur í innsiglingina í Skopun, er restin av brimverjuni, sum bleiv løgd uttan fyri pirin á Bergi fyrst í nítiárunum. Bæði í 2015, í 2017 og í 2019 er grót ruddað burtur í innsiglingnini í Skopun, so trygt er hjá Teistanum at sigla har. Um grót er har aftur nú, fæst at vita fyrst í mai, tá Landsverk hevur kannað innsiglingina. Tað upplýsti Sundhedsstyrelsen í tíðindaskrivi í gjárkvøldið. Luftleiðirnar hjá manninum vórðu kannaðar, og tað vísti, at hann ikki var smittaður við coronavirusinum. Maðurin, sum varð innlagdur á sjúkrahús í Aarhus, var komin úr Hubei landslutinum í Kina sunnudagin, visti Sundhedsstyrelsen at siga. Leiðarin í Sundhedsstyrelsen segði, at mistonkti tilburðurin ikki broytti uppá yvirskipaðu metingina at tað er lítið sannlíkt, at coronavirusið spjaðist í Danmark. Somuleiðis segði Shain Gaini, serlækni í infektiónsmedisini í Degi og Viku í gjárkvøldið, at tað er lítið sannlíkt, at virusið fer at koma til Føroya, men hóttanin verður hóast tað tikin í álvara. Í fjør vóru 20 prosent fleiri ferðafólk á Kalsoyarleiðini enn í 2018, 17 prosent fleiri bilar vóru. Og tey, sum koyrdu við bussi í Kalsoynni, vóru 60 prosent fleiri enn í 2018, sigur VisitKalsoy. 1. mai í fjør fór bussur at koyra til og frá hvørjum vanligum túri hjá Sam. Nýggjur bussur kemur í Kalsoynna 1. mai í ár. Hann tekur 25 fólk. Tann, sum er nú, tekur 19 fólk. 2. apríl verður nýggi James Bond filmurin frumsýndur í Havnar bio. Upptøkur eru gjørdar á Kallinum í Kalsoynni. Hetta fer ivaleyst at gera, at nógv fleiri ferðafólk koma í Kalsoynna, sigur VisitKalsoy. Evropiski loftferðslutrygdarfelagsskapurin, EASA, vendi sær mánadagin til flogferðslumyndugleikar, flogfeløg og floghavnir og bað tey ansa eftir, at coronavirusið ikki breiðir seg uppaftur meira. Heitt verður á flogfeløg um at kunna tey, sum arbeiða í flogførum, um, hvussu bráðar ígerðarsjúkur í andaleiðini skulu handfarast. Heitt verður eisini á tey, sum arbeiða á flogvøllum, at lofta teimum, sum hava trupulleikar við andaleiðini. Serliga teimum, sum hava verið í Kina nýliga ella hava verið í samband við fólk úr Kina. Flogfeløg, sum flúgva til lond, har sum coronavirus er staðfest, eru biðin um at fáa sær útgerð, Universal Protection Kits, eitur hon, sum kann verja starvsfólkini, um smittan møguliga er í flogfarinum. EASA biður eisini floghavnir og flogfeløg um at arbeiða saman við heilsumyndugleikunum í royndunum at finna møguliga smittað fólk. Partarnir hittust á Hotel Hafnia klokkan eitt seinnapartin í gjár, og sótu saman til út ímóti midnátt í gjárkvøldi, tá semingsmenninir valdu at taka ein steðg. Enn er ov tíðliga at siga nakað ítøkiligt um, hvussu gongst við samráðingunum, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður, og leggur afturat, at enn er eingin kladda til semingsuppskot orðað. Fyribils er allur dagurin í dag settur av til semingsroyndina á Hafnia. Semingsstovnurin hevur heimild at halda fram við semingsroyndini, so leingi útlit eru fyri at finna semju partanna millum. Í Nón týsdagin ummæltu og umrøddu vit leikin Cabar t, sum verður framførdur á Glasi. Gunnvá Zachariassen og Eyð Matras, sjónleikarar og leikstjórar, numu millum annað við aktualitetin í leikritinum. Peter Brixtofte var millum annað kendur fyri at verða dømdur fyri heimildarsvik og at hava misnýtt umboðanarkontoina hjá Farum kommunu. Peter Brixtofte doyði í 2016 av alkoholmisnýtslu. Kun når det regner er heitið á bókini, sum Marie Brixtofte hevur skrivað um at vaksa upp við einum alkoholiseraðum pápa. Bókin snýr seg um svik, skomm, vón og kærleika. Í fyrsta umfari verður endurgoldið eftir kvittan, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, í svari til Jóhannis Joensen, løgtingsmann, sum spurdi um Mykinesleiðina. Jørgen Niclasen sigur, at ætlanin er at leingja Mykinessigingina upp í seks mánaðir um árið. Hon er fýra mánaðir nú. Siglast skal eisini í apríl og í september. Eykabáturin, sum Strandfaraskip landsins byggja, fer í sigling í juni í ár. Ferðaætlanin kann tá leggjast soleiðis til rættis, at Jósup siglir fimm mánaðir í ár og seks mánaðir frá 2021 at rokna, sigur Jørgen Niclasen. Hann sigur, at hann hevur heitt á Strandferðsluna um at gera eitt uppskot um, hvussu prísásetingin hjá Strandfaraskipum landsins skal endurskoðast. Ætlanin er, at útlendsk ferðafólk skulu gjalda meira, og tey, sum búgva í Føroyum, fáa avláttur. Prísur skal setast á tvær minnismedaljur í gulli frá danska trúnskiftinum í 1972. Keyparar bjóða nógv túsund fyri ein vasa, sum bara var tveittur út. Vertur Sofie Østergaard. Tónleikur, ið er partur av Vetrarjazzi 2020. Vit hoyra Plúmm, Espen Eriksen trio, Kjetil Mulelid trio, Tórshavnar Bigband og Una Debess. Politiska skipanin skal venja seg til at rinda nógvar milliónir krónur afturat til at byggja út Landssjúkrahúsið. Hvussu nógvar milliónir, tørvur er á, er tó ógjørligt at meta um. Tað sigur leiðarin á Byggideildini hjá Landsverki, nú løgtingið viðger eina verklagslóg fyri Landssjúkrahúsið um at játta 152,7 milliónir krónur afturat. Verklagslógin, har biðið verður um 152,7 milliónir afturat, millum annað til at projektera komandi um og útbyggingar á Landssjúkrahúsinum, liggur í løtuni í Fíggjarnevndini hjá løgtinginum. Tá pengarnir eru játtaðir, fer Landsverk undir at projektera tey arbeiði, sum skulu gerast fyri at Landssjúkrahúsið kann virka sum ein eind. Í hesum sendingum siga fólk frá ymiskum, teimum hevur verið fyri í barna og unglingaárum í eini tíð, tá ið Føroyar vóru annað oyggjasamfelag, enn tær eru í dag. Av tí at fleiri av gerandishendingunum, sum sagt verður frá, fóru fram fyri nærum 100 árum síðani, er nógv bæði øðrvísi og hugtakandi at hoyra um. Í hesum sendingum siga fólk frá ymiskum, teimum hevur verið fyri í barna og unglingaárum í eini tíð, tá ið Føroyar vóru annað oyggjasamfelag, enn tær eru í dag. Av tí at fleiri av gerandishendingunum, sum sagt verður frá, fóru fram fyri nærum 100 árum síðani, er nógv bæði øðrvísi og hugtakandi at hoyra um. Í hesum sendingum siga fólk frá ymiskum, teimum hevur verið fyri í barna og unglingaárum í eini tíð, tá ið Føroyar vóru annað oyggjasamfelag, enn tær eru í dag. Av tí at fleiri av gerandishendingunum, sum sagt verður frá, fóru fram fyri nærum 100 árum síðani, er nógv bæði øðrvísi og hugtakandi at hoyra um. Í hesum sendingum siga fólk frá ymiskum, teimum hevur verið fyri í barna og unglingaárum í eini tíð, tá ið Føroyar vóru annað oyggjasamfelag, enn tær eru í dag. Av tí at fleiri av gerandishendingunum, sum sagt verður frá, fóru fram fyri nærum 100 árum síðani, er nógv bæði øðrvísi og hugtakandi at hoyra um. Havvindur kann nøkta eltørvin í heiminum 18 ferðir. Tað sæst í eini frágreiðing, sum altjóða orkustovnurin, IEA, hevur gjørt um vindorku. Orka frá havvindi vaks við einum triðingi frá 2010 til 2018, men hóast tað, so er langt á mál, tí enn er havvindur ikki meir enn 0,3 prosent av heimsins elorku, vísir stjórin í IEA, Fatih Birol á. Hóast tað, so hevur orkustovnurin roknað út, at havvindur kann nøkta eltørvin í heiminum 18 ferðir, stendur í frágreiðingini. Millum annað hevur stovnurin funnið øki kring heimin, har vindmyllur kunnu setast upp Tí verður ríkiligt av streymi eftir teimum metingunum, sigur norski granskarin, John Olav Tande, sum arbeiðir hjá felagnum, Sintef, sambært norska kringvarpinum, NRK. Eingin roknar við, at so nógv el skal fáast til vega, sum IEA hevur roknað út, men tað er vert at leggja til merkis, at ES hevur sett sær fyri at ein triðingur av elinum í ES, skal koma frá havvindi í 2050, tí tað er einasti háttur at náa málið um at hitin ikki má hækka meir enn 1,5 stig. Í frágreiðingini verða eingi lond nevnd, men IEA sigur, at nógv lond kunnu nøkta sín eltørv við havvindi longu í 2040. Tað er ikki neyðugt at seta vindmyllur á havbonin, tað er nóg mikið at hava vindmyllur á flótandi pallum, verður víst á. 80 prosent av vindinum kann fáast í økjum, har dýpið er millum 60 og 2.000 metrar, vísir IEA á. Um bara havøki tætt við land verða nýtt, so er møguligt at nøkta allan eltørvin í heiminum longu í 2040, sigur stovnurin. Tað eru kortini fleiri viðurskifti sum mugu kannast, tí ógvusligar atfinningar eru longu ímóti vindmyllulundum sum eru settar upp á sjónum, tí tær órógva bæði fugl og fisk, og skotskir fiskimenn siga beinleiðis, at vindmyllur og fiskiskapur ikki kunnu virka saman. Vit royna at fyribyrgja so væl sum gjørligt, eitt nú við toruverju, vísir Páll Vesturbú á, men hetta var nakað av tí ringasta, sum vit hava upplivað av toru. Granskararnir á Peter Doherty stovninum í Melbourne fara nú at lata heilsheilsustovninum, WHO, avbyrgda virusið, ið síðani verður latið kanningarstovum kring heimin, sum arbeiða við at finna heilivág ímóti virusinum. Varastjórin á stovninum, Mike Catton, sigur við ABC, at úrslitið er avbera gott, og hevur stóran týdning fyri at fáa vaksinu til vega ímóti virusinum. Virusið er vandamikið, og veik fólk doyggja av tí, men tað er ikki eins vandamikið sum ebola virusið, sigur hann. Úrslitið kann eisini nýtast at finna fram til, um fólk eru smittað, hóast tey ikki eru sjúk. Tað eydnaðist eini kinesiskari kanningarstovu at koma til sama úrslit í farnu viku, men kinesarar vilja ikki lata heilsheilsustovninum úrslitið, hóast Kina er limur í WHO, skrivar Daily Mail í Australia. Myndugleikarnir í Kina upplýsa í dag, at 132 fólk eru deyð av virusinum og næstan 6.000 eru sjúk. Illgruni er um, at 9.000 fólk aftrat eru smittað. 79 tilburðir eru staðfestir uttan fyri Kina. Tvær krimiskaldsøgur komu út í 2019, onnur eftir Steintór Rasmussen og hin eftir Jógvan Isaksen. Malan Marnersdóttir, bókmentafrøðingur, ummælti báðar í Nón hesaferð. Sjey hóskvøld á rað í februar og mars verður skýmingarløta á loftinum hjá Katrinum Christiansen, har sjónleikarar fara at lesa framhaldssøguna Móðir sjeystjørnu eftir William Heinesen. Vit tosaðu við Gunnvá Zachariassen, sum skipar fyri. Forlagið Fannir hava givið út leikrit nummar 30. Tað inniheldur sjónleikin Ein myrking , sum oyndfirðingurin Hans Marius Ejdesgaard skrivaði í 1937. Vit hittu Árna Dahl frá Fannum. Hvønn yrkadag á miðdegi fara rithøvundar at lesa upp eina yrking í útvarpinum. Vit hittu Páll Danielsen, einum av stigtakarunum. Og vit frættu eisini tað nýggjasta um talukennaran Ravn, sum Iben Nyholm Debess og Sandru Saxov Lamhauge arbeiða við. Tá tú sparir tær pensjón upp, so skulu minst 45 prosent av pensjónsuppsparingini gjaldast út sum lívslong veiting ein lív renta. Men tað er munur á hvussu nógv kvinnur og menn fáa í lívrentu. Ein munur, har kvinnur fáa á leið 10 minni enn menn útgoldið í lívrentu mánaðarliga. Argumentið er, at kvinnur liva longri enn menn, og tí fáa tær útgoldið eina lægri mánaðarliga lívrentu. í Breddanum í gjár vóru formennirnir í Maskinmeistarafelagnum, Fegalnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og S K felagnum um lívsrentu munin millum menn og kvinnur. Men ongin teirra hevur gjørt nakað við málið enn hetta hóast teirra feløg eiga tryggingarfeløgini Lív. Ingeborg Vinther, fyrr verandi forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, er sera ónøgd um, at fakfeløgini ikki hava gjørt meira fyri at bøta um mismunin. Ása Andreassen, sum arbeiðir í fyritøkunim Synergi, er skelkað av fakfeløgunum Framsøkn hevur nú lagt eitt uppskot til samtyktar fyri tingið, um tað ikki skal vera loyvt at gera mun millum kynini tá tað kemur til lívrentuna. Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í umhvørvis og vinnumálum, og Ruth Vang, tingkvinna fyri Famsókn, kjakast um evnið Mánadagin verður fyrsta undanvalið á hesum sinni í Iowa. Og veljararnir hava fleiri valmøguleikar, tí seinastu tvey árini hava 25 valevnir boðað frá uppstilling. Men sambært veljarakanningunum og politiskum viðmerkjarum eru tað serliga trý teirra, ið hava ein veruligan kjans at verða kosin næsta demokratiska forsetavalevni á demokratiska landsfundin 13. juli í Milwaukee, Wisconsin. Og hóast undanvalið verður samstundis sum ríkisrættarmálið móti Trump er tað heita politiska evnið í USA, fyllir tað øgiliga lítið í valstríðnum, sigur Páll Holm Johannesen, samfelagsfrøðingur. í Breddanum í gjár kjakaðust formennirnir í Maskinmeistarafelagnum, Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og S K um munin millum menn og kvinnur viðvíkjandi útgjaldi av lívslangari pensjónsveiting. Ongin teirra hevur gjørt nakað við málið enn hetta hóast teirra feløg eiga tryggingarfeløgini Lív. Fyrrverandi forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag, Ingeborg Vinther er sera ónøgd um, at fakfeløgini ikki hava gjørt meira fyri at bøta um mismunin. Ása Andreassen, sum arbeiðir í fyritøkunim Synergi, er skelkað av fakfeløgunum, sum ikki vóru sannførd um, at nakað skal gerast við munin millum menn og kvinnur. Eg var so ill at eg ristist, sigur hon millum annað við Onnu Poulsen tíðindakvinnu, sum er vertur í kjaki millum Ruth Vang úr Framsókn og Helga Abrahamsen, landsstýrismann í Vinnumálum. Almennar Byggiverkætlanir Granskarar vísa á, at politikarar ofta játta ov lítið av peningi til almennar byggiverkætlanir fyri at fáa tær samtyktar. Haraftrat, at tað ofta ikki er peningur til tøkniliga framkomnar loysnir, tá tørvurin broytist undir byggingini. Hetta ger, at almennar byggiverkætlanir fara heilt av sporinum. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum vitjar í útvarpsstovuni. Og undanvalið til amerikanska forsetavalið nærkast. Mánadagin er undanval í Iowa vit tosa við Páll Holm Johannesen, sum fylgir við í amerikonskum politikki. Luttakarar í sendingini Ruth Vang, løgtingskvinna fyri Framsókn, Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum, Ása Andreasen, sjálvstøðugt vinnurekandi, Ingeborg Winther fyrrverandi forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, Jørgen Niclasen, landstýrismaður í fíggjarmálum, Peter G Harboe, lekatari í verkætlanarleisðlu, Páll Holm Johannesen viðmerkjari Anna Poulsen og Hallur av Rana gjørdu sendingina Marjun Dalsgaard var redaktørur Partarnir skulu svara semingsmonnunum klokkan 13 í dag. Terje Sigurðsson, semingsmaður, vildi ikki siga nakað um, hvat stendur í semingsuppskotinum. Starvsmannafelagið hevur biðið álitisfólkini koma á fund fyrrapartin, har tey verða kunnað um semingsuppskotið, sum er lagt fyri partarnar. SEV ætlar nú at royna seg við sjóvarfalsorku. Ætlanin er at seta tveir sveimandi drekar á 55 til 60 metra dýpi í Vestmannasundi, nakað norðan fyri Oyrargjógv. Samanumtikið metir SEV, at stórvegis vandi er ikki fyri ógvusligum árini á nakran djórabólk, og møgulig árin verða avmarkað til tíðarskeiðið, sum royndarverkætlanin við sveimandi drekunum varar. Møguligt er við stuttum skotbrái at steðga drekunum. Hetta er ein fyrimunur, tá grind verður rikin í Vestmannasundi. Drekarnir kunnu gera 100 kilowatt hvør. Tað svarar til elnýtsluna hjá 120 til 160 sethúsum. Teir ferðast í einum áttatalsmynstri. Ferðin verður seks til tíggju metrar um sekundið. Tá sjódrekarnir gera streym, sveima teir áhaldandi millum 20 og 40 metra dýpi. Á kyrrindum hanga sjódrekarnir minst átta metrar undir vatnskorpuni. SEV hevur samstarv við svensku fyritøkuna Minesto um royndarverkætlanina. Ætlanin hevur fingið 2,5 milliónir evrur, næstan 19 milliónir krónur, í stuðli frá Horizon 2020 grunninum hjá ES. Royndarverkætlanin varar til 31. desember 2021. ES tingið samtykti í gjár, at Bretland kann fara úr ES klokkan 23 í annaðkvøld. 621 uppskot vóru fyri uppskotinum, 49 ímóti og 13 tinglimir atkvøddu ikki. Frammanundan hava ES nevndin og bretska parlamentið góðkent skilnaðaravtaluna. Í dag skal hvørt limaland sær skrivliga váttað sína støðu til Brexit. Tað verður klokkan 11 í annaðkvøld, okkara tíð, at bretar fara úr ES. Tá fer Boris Johnson, forsætisráðharri, at halda røðu í sjónvarpinum, fyri at staðfesta at bretar fara úr samveldinum. Forkvinnan í ES nevndini, Ursula van der Leyen, segði undan atkvøðugreiðsluni í ES tinginum, at europearar altíð fara at halda av bretum, og eru ikki langt burtur. Tingfundurin var tann seinasti hjá 73 bretskum limum í ES tinginum. Nakrir tinglimir søgdu seg vera misnøgdar við, at bretar fara úr ES. Ein teirra var belgiski, Guy Verhofstadt. Hann segði, at um hann varð spurdur um Brexit í dag, so hevði hann heitt á øll um at atkvøtt nei. Tað er ikki hugaligt at síggja eitt land, sum tvær ferðir hevur fríðað okkum og Europa, fara úr Europa, segði hann. Tað var í juni í 2016, at bretska fólkið samtykti at fara úr ES. Samráðingarleiðarin hjá ES, Michel Barnier, skal halda fram við samráðingunum um samstarvið ímillum partarnar, og hann sigur seg vænta bæði drúgvar og torførar samráðingar, skrivar Ritzau. Havbúnaðarfelagið sigur seg skilja á tí tilfari, sum Havbúnaðarfelagið hevur fingið frá Heilsumálaráðnum, at orsøkin er, at apoteksverkið vil keypa eina nýggja KT skipan fyri 10 milliónir krónur Orsøkin til, at avslátturin bara minkar hjá havbúnaðinum og ikki hjá til dømis landbúnaðinum er sambært Heilsumálaráðnum, at fíggjarligt rásarúm er hjá havbúnaðinum til at fáa minni avsláttur á heilivági. Tá hevur Heilsumálaráðið skyldu at tryggja sær, at prísurin er eins lágur sum hann vildi verið, um kapping var, sigur Havbúnaðarfelagið. Havbúnaðarfelagið mælir til í fyrsta lagi, at Heilsumálaráðið endurskoðar uppskotið um kunngerð, so avslátturin verður tann sami hjá landbúnaði, havbúnaði og heilsuverki. Hesar spurningar og fleiri aðrar leggur Solveig Hanusardóttir Olsen, savnsvørður, upp til, at tú finnur svarini til í Listaskálanum leygardagin millum klokkan 16 og 18, tá ljósið verður sløkt og lummalyktin tendrað. Upplivingin av einum listaverki, tá tú bert sært teir brotpartar, sum lummalyktin lýsir á, er ein heilt onnur, enn tá tá tú sært alt listaverkið í sínari heild, sigur Solveig víðari. Talan var fyrst og fremst um eina kunning til føroysku heilsumyndugleikarnar, umframt at gingið varð ígjøgnum føroysku tilbúgvingina á økinum, sigur Lars Fodgaard Møller. Hann staðfestir, at heilsumyndugleikarnir eru til reiðar, um so er at coronavirusið skuldi komið higar. Eisini er greitt, hvussu sjúklingar við coronavirusi skulu flytast úr Føroyum til isolatión í Danmark, skuldi tað blivið neyðugt. Seinasta samdøgrið eru 38 fólk í Kina deyð av coronavirusinum, og tað er tað mesta í eitt samdøgur. Samstundis verður upplýst, at 7.700 fólk eru sjúk, og hildið verður, at 12.000 eru smittað. Talið av deyðum er nú komið upp í 170 fólk, upplýsa myndugleikarnir. Fleiri evropeisk lond arbeiða við at fáa fólk úr Kina, og hjálparfólk eru send til landið. Heimsheilsustovnurin, WHO, ávarar nú ímóti virusinum, og heitir á øll heimsins lond um at vera á varðhaldi, tí tað er ikki óvist, at virusið fer at breiða seg skjótari. Ígerðartíðin verður mett at vera tvær vikur, so fólk, sum fáa smittuna, kunnu lættliga smitta onnur, áðrenn tey sjálvi gerast sjúk, skrivar Politiken. Eftir fólkaskúlan fór Max Weihe í realskúla á Glyvrum. Bussurin var eftir honum klokkan 6 30. Hann var ikki við hús aftur fyrrenn 10 tímar seinni. Í 1969 70 var Max í Colorado í USA, har hann búði hjá einum volgatýskum húski og gekk í skúla. Max ferðaðist um stóran part av USA, og haðani fór hann á studentaskeið í Høng. Síðani hevði hann rækjuflotan at gera sum umboð hjá Fiskasøluni í Grønlandi. Í 1978 tók Max við sum stjóri í Faroegreen í Nuuk, sum Grønlandsfelagið átti. Løgmansskrivstovan veit til dømis, at tá skjúttar fara uttanlands at kappast við vápni, lættir tað um innflutning í onnur lond, um vísast kann á, at vápnið lógliga er flutt úr Føroyum. Poula Patursson og Randi Olsen, ávikavist forkvinna og næstforkvinna í nevndini í Kvinnuhúsinum, siga, at tær ynskja eina vakra, sigandi og sterka plakat, sum lýsir okkara virðir og boðskap. Í september 2020 verður Kvinnuhúsið vertinna fyri árligu ráðstevnuna Nordiske Kvinner Mot Vold í Føroyum. Ætlann er, at plakatin eisini skal vera til keyps á ráðstevnuni. Tann, ið hevur gjørt plakatina, ið verður vald, fær 5.000 krónur, og er samstundis við til at leggja navn og ómak til eina tíðarmynd sum umboðar eitt gott endamál. Uppskot eru millum annað um at seta forboð fyri einnýtisplasti, at banna innflutningi av vørum, sum ikki eru góðkendar í ES, at banna matoyðsli, at lækka aldurin fyri at taka koyrikort niður í 17 ár, og at lækka valrættaraldurin úr 18 niður í 16 ár. Endamálið við ungdómstinginum er at geva næmingum størri innlit í fólkaræði, at lata teir vera ein virknari part av fólkaræðinum, og geva teimum innlit í, hvat luturin hjá løgtinginum er í fólkaræðinum. Harumframt vera samrøður við serfrøðingar, embætisfólk og politikarar, um hvørjar avleiðingar hetta fær fyri Føroyar, Bretland og Skotland. Ein fittur partur av vøkstrinum frá 2016 til 2017 stavar frá hækkandi rakstrarflytingum, so sum tryggingarendurgjøldum úr útlandinum. Rakstrarviðskifti gjaldsjavnans umfata vøruhandil, tænastuhandil, inntøkuflytingar til útlond og frá útlondum, tað eru lønarflytingar og ognarinntøkur frá beinleiðis íløgum og íløgur í virðisbrøv og lánsbrøv, rentur á innlánum og útlánum og vørukredittir og tænastukredittir. Vaskar tú bilin ella bilinum, barnið ella barninum Summi sagnorð taka hvønnfall, tá ið tað snýr seg um deyðar lutir, og hvørjumfall, tá ið tað snýr seg um fólk og dýr Eg greiði mær, men eg greiði eina fløkju. Og eg kann eisini greiða kettuni. Toran gongur, og toran slær niður. Viðhvørt verður hildið, at vit ikki kunnu siga, at toran slær niður , tí tað er snarljósið , ið slær niður. Men orðið tora fevnir bæði um ljóðið og ljósið. Orðið um ljóðið einsamalt er torudun . Ungdómstingið er einaferð um árið, har fólkaskúlanæmingar sleppa at leggja fram síni egnu uppskot, viðgera tey og atkvøða. Hetta hevur eisini til endamáls at geva næmingum størri innlit í fólkaræðið og hvussu mannagongdir fyri avgerðum eru í einum fólkaræði. Tveir næmingar úr skúlanum á Giljanesi vóru við á ungdómstinginum hesa ferð. Talan er um Ronju Reginsdóttir Olsen og Beintu Ellefsen. Við sær høvdu tær eitt lógaruppskot við heitinum mindre straf, mere hjælp . Uppskotið snýr seg um, at fleiri resursir mugu setast av til ung fólk, ið hava gjørt lógarbrot, soleiðis, at hesi kunnu fáa sálarliga viðgerð og aðra hjálp ikki bara revsing. Ídnaðarskipið Norðhavið hevur fingið øll síni rættindi at fiska, tí Fiskimálaráðið hevur tikið kæruna av dóminum í Føroya rætti aftur. Orsøkin til, at Fiskimálaráðið hevur avgjørt at sleppa kæruni, er sambært Jacobi Vestergaard, at Fiskimálaráðið ongan møguleika hevði at vinna sakarmálið. Fiskimálaráðið tók loyvini frá reiðaríinum í januar 2016, tí Vørn metti, at niðurlendski minnilutaeigarin stýrdi felagnum. Tað var í móti lógini um vinnuligan fiskiskap, sum tá var galdandi. Við Vágaportalin sigur Jacob Vestergaard, at ráðgevingin frá bæði kamaradvokatinum og løgfrøðingunum í Fiskimálaráðnum vísti á, at Fiskimálaráðið ongan møguleika hevði at vinna sakarmálið, og at kæran hinvegin hevði endað við, at ráðið varð dømt at gjalda eitt enn størri endurgjald. Jacob Vestergaard hevur skrivað kvoturnar út til Norðhavið, sum eru ein lítil kvota av makreli, sild og svartkjafti, og so atgongd at fiska ídnaðarfisk í Norðsjónum. Jógvan Martin Ferjá, reiðari á Norðhavinum, sigur, at endurgjaldið, sum reiðariíð fer at krevja, er ikki roknað út enn, men tað verður stórt, sigur hann. Jógvan Martin Ferjá sigur, at eitt er at missa rættin at fiska, bæði undir Føroyum og uttanlands, men teir sluppu heldur ikki at bjóða á uppboðsølum og kundu ikki søkja um menningarkvotur. Jógvan Martin Ferjá hevur ikki sæð fiskiloyvini, sum Norðhav nú fær, so hann veit ikki, um tey bara eru galdandi fyri 2020, ella, um fiskurin, teir hava mist hini árini, er við. Bæði Starvsmannafelagið og Lønardeildin góðtóku semingsuppskotið, og eftir klokkan 13 skrivaðu partarnar undir nýggjan tvey ára sáttmála Tá Landsverk hevur gjørt sítt arbeiði liðugt, fer landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, í løgtingið eftir fleiri pengum til Landssjúkrahúsið. Pengar skulu støðugt brúkast til heilsuverkið, sigur hann. Ein hálv milliard upp í eina heila milliard verður sett av næstu tíggju árini. Ynskini hjá Leif eru hesi Danska brúðarvísan, nólsoyingar kvøða og Sigmund Danielsen skipar. Engang det sig nu hændte, Eysturoyar Dansifelag kvøður, Ludvík við Stein skipar. Fruntatáttur, Nólsoyar Dansifelag kvøður, Páll Thomsen skipar. Brestiskvæði, sumbingar kvøða, Hargin Joensen skipar. Fuglakvæði, 1. tátt, Nólsoyar Dansifelag kvøður, Leo Poulsen skipar. Kongens søn af England, brot, Anfinnur Poulsen skipar. Og V gen, nólsoyingar kvøða, Sofus Eide skipar. Sum vinnari av bólki 1 skal Neistin hitta antin H71 ella STíF í hálvfinaluni. Tey bæði liðini spæla um annað plássið í bólki 2 sunnudagin. Eyðfinn Jensen hittir Heiðrik á Kafe Systrar í Norðurlandahúsinum til eitt prát um tónleik, list og ymiskt annað, sum hendir í lívinum hjá Heiðrikki fyri tíðina. Annaðkvøld klokkan ellivu endar 47 ára gamli limaskapurin hjá Bretlandi í Evropeiska Samveldinum. Tí gott trý og eitt hálvt ár eftir, at bretar á fólkaatkvøðu atkvøddu fyri at fara úr ES verður Brexit nú veruleiki. Skotska parlamentið atkvøddi í gjár fyri eini nýggja fólkaatkvøðu um loysing, men higartil hevur bretska stjórnin kveistra ynskinum til viks. Er tað óhugsandi at ynskið verður eftirlíkað Og hvat hendir við fiskivinnusamráðingunum, tá Bretland verður nýtt strandarland í Norðuratlanshavinum. Sólvit Nolsøe er staddur í London, har hann greiðir frá hvussu bretar uppliva tað, ið hendir í morgin. Á býráðsfundinum í gjárkvøldið var full semja um at seta ein arbeiðsbólk at greina málið. Uttanhýsis serkøn í fígging, verkfrøði, orku og umhvørvi skulu í bólkin. Republikanski senatorurin, Lamar Alexander, úr Tennessee, hevur boðað frá, at hann ikki fer at atkvøða fyri einum uppskoti frá demokratunum um at avhoyra vitni í málinum. Republikanararnir hava 53 av teimum 100 senatorunum í senatinum, og tí mugu demokratarnir fáa hjálp frá republikanarunum, fyri at fáa uppskotið samtykt, tí neyðugt er við 51 atkvøðum fyri uppskotinum. So skjótt sum republikanski formaðurin í senatinum heldur seg hava nóg nógvar atkvøður fyri at fella demokratiska uppskotið, so verður atkvøtt, og tað kann hava við sær, at ríkisrættarmálið endar longu í kvøld, og at Donald Trump, forseti verður fríkendur fyri allar ákærur. Talan er um Mitt Romney, sum hevur funnist nógv at Donaldi Trump, hann er senatorur í Utah, og so er talan um Susan Collins frá maine og Lisu Murkowski úr Alaska. Øll trý hava sett nógvar spurningar seinastu dagarnar um viðurskiftini hjá Trump, forseta, men hava ikki fingið nøktandi svar, siga tey. Donald Trump, forseti er ákærdur fyri at misnýtt sítt starv sum forseti og fyri at hava roynt at forðað kongressini í at kanna málið. Nú Lamar Alexander hevur kunngjørt sína støðu, kunnu demokratarnir ikki fáa uppskotið um vitni samtykt, teir kunnu í besta føri náa at tað verður javnt í atkvøðugreiðsluni, 50 fyri og 50 ímóti. Tí verður tað helst hægstarættarformaðurin, John Roberts, sum fær seinasta orðið, tí hann er dómari í ríkisrættarmálinum. Og so kann málið eisini enda eftir atkvøðugreiðsluna sum verður í kvøld, okkara tíð. Starvið er lýst leyst, og freistin at søkja er til 25. februar. Í prestagjaldinum eru tvær kirkjusóknir, Havnar kirkja og Nólsoyar kirkja. Prestarnir eru Uni Næs, dómpróstur, Sonja Klein, sóknarprestur, Ann Dahl Hansen, sóknarprestur og Sverri Steinhólm, sjúkrahúsprestur. Felagið hjá teimum, sum fiska makrel, hevur stevnt ríkinum, tí kvotur eru tiknar frá lítlum reiðaríium og latnar stórum reiðaríum. Lítlir bátar mistu í fjør helvtina av sínum kvotum. Uppsjóvarskipini fingu tær, sigur felagið. Og tað, sum bátarnir hava eftir, kann ikki seljast uttan treytir, treytir, sum ikki eru álagdar uppsjóvarskipunum. Stevnt er eisini, tí fiskimálaráðharinn kann taka makrel frá bátunum, uttan at lata teimum endurgjald, sigur felagið hjá makrelfiskimonnum. Og hetta er ein fyrimunur hjá uppsjóvarskipunum, tí tey hava fiskað øll hesi árini. Fyrr var grundarlagið trý tey bestu árini av seks undanfarnum árum. Heimsheilsustovnurin, WHO, sigur, at støðan nú, er at líkna við ebolavirusið og svínakrímið. Heimsheilsustovnurin hevði fund aftur í gjár, og eftir fundin gjørdi stovnurin greitt, at talan er um eina heimsfevnandi farsótt. Aðalskrivarin í nevndini segði á tíðindafundi, at talan ikki var um atfinningar ímóti Kina, har virusið fyrst varð staðfest, men rósti Kina fyri arbeiðið, sum landið ger, fyri at fáa tamarhald á virusinum, skrivar DR. Aðalskrivarin í WHO segði, at stovnurin mest stúrir fyri, at virusið skal breiða seg til lond, har heilsuviðurskiftini eru vánalig. Men hann legði dent á, at stovnurin ikki ekur undir við átøkum sum at gevast við at ferðast til Kina, og heldur ikki mælir stovnurin frá samhandli við Kina. Ein heimsfevnandi ávaring merkir, at lond skulu royna at forða fyri, at smittan breiðir seg um landamørk, men rátt verður frá at gevast við handli og ferðum. Boðini eru serliga til heilsumyndugleikarnar í heimsins londum, sum verða biðin um at herða eftirlitið, og at royna at avmarka virusið. Danska heilsustýrið sigur, at nýggju boðini frá heimsheilsustovninum, ikki fáa landið at broyta tilbúgvingina, tí smáir møguleikar eru fyri, at virusið kemur til Danmarkar. Skuldi virusið komið til Danmarkar, eru heilsumyndugleikarnir til reiðar at taka sær av teimum sum møguliga vera smittað, sigur stjórin í heilsustýrinum, Søren Brostrøm. Øll tey 170 fólkini sum higartil eru deyð, eru í Kina, og har er coronaviorusið staðfest í øllum landspørtum. 98 fólk eru sjúk í 18 øðrum londum. Í átta førum hevur virusið breitt seg millum fólk, tað er í Týsklandi, Japan, Vietnam og USA. Tí er vandi fyri, at virusið kann breiða seg longur og skjótari enn tað hevur gjørt, skrivar Reuters. Nú er staðfest, at beinagrindin, sum varð funnin í Skriðudali, norðan fyri bygdina í Kunoynni, er av franska manninum, sum hevur verið horvin síðani í februar í fjør. Beinagrindin varð funnin 30. november. Tað seinasta, fólk vita um mannin, sum var 31 ár, er, at hann er farin um borð á Norr nu í Seyðisfirði 20. februar á veg til Føroya. Hann kom í land í Føroyum. Men tveir dagar seinni hvarv hann. Politiið veit, hann hevur verið her, tí hann hevur tikið pengar út í Føroyum við gjaldskorti. Løgreglan er liðug við allar kanningar, og líkið verður latið teimum avvarðandi hjá manninum. Skating Parkin letur upp alment leygardagin. Í tí sambandi hava Ólavur Thorsteinsson og Bárður Dal Christiansen funnið saman aftur at listprýða høllina. Eru útreiðslurnar til heilivág innan fyri eitt ár minni enn 524 krónur verður einki tilskot veitt. Gamla markið var 521 krónur. Tilskot verður latið til heilivág, sum kostar meira enn 524 krónur um árið. Tilskotið er hundrað prosent fyri heilivág, sum kostar 5.533 krónur ella meira enn tað. Men pensjónistar og fyritíðarpensónistar fáa allan heilivágin goldnan, kostar hann 2.493 krónur ella meira. Tilskotið verður latið í prosentum millum 524 krónur og ávikavist 5.533 og 2.493 krónur. Prosentini eru 40, 60 og 75. Nakrar krónur eru komnar afturat, tí tilskotið er prístalsviðgjørt. Spælir tú í einum tónleikabólki, og tykkum vantar eini høli at venja í, so fall ikki í fátt. Reinsaríið í Havn nú sett tvey høli í stand í Tórsgøtu, har bólkar kunnu leiga seg inn fyri 150 krónur um dagin. Hergeir Staksberg, sum starvast í Reinsarínum í Havn, vísti herfyri Finni Koba eitt av nýumvældu hølunum í niðaru í hædd í gamla Ostahúsinum. Hann er kanska best kendur fyri at hava tikið stig til eitt framkomið upptøkustudio her heima. Seinastu trý árini hevur hann tó arbeitt sum leiðari á mentanarhúsi. Jónas Bloch Danielsen vitjaði í Nón. Vetrarjazzurin leikar á í hesum døgum. Vit frættu um tvær spennandi konsertir. Tórshavnar Bigband skal framføra nýskrivað føroysk løg, og so er stór útgávukonsert í kvøld við Plúmm. Olvheðin Jacobsen lesur tónleik á Listaháskóla Íslands. Og Ernst Remmel gongur á klassiska musikkkonservatiorium í rhus. Leygarkvøldið spæla teir saman við 18 øðrum í Tórshavnar Big Band í Norðurlandshúsinum. Tað er gott at koma heim til hetta. Eg havi fyrireikað meg væl, so hóast tíðin er stutt, so eri eg klárur til leygarkvøldið, sigur Olvheðin. Leygarkvøldið vera løgini spæld á fyrsta sinni. Hetta er ein kapping, har nummar eitt, tvey og trý skulu veljast, og tað verður ikki avdúkað frammanundan, hvør hevur sent. Eirikur Skála sigur tó beinanvegin, at talan er um høgt støði. Thurid Bærentsen er einabarn og vaks upp við mammu, sum misnýtti heilivág. Pápin sigldi, so Thurid var nógv einsamøll, tá hon var barn og ung. Hetta er tabu, sum Thurid fegin vil varpa ljós á. Hvussu kunnu læknar skriva út so nógvan, vandamiklan heilivág, uttan at spyrja hví og hví varnaðist ongin barnið Coronavirus hevur gjørt um seg seinastu tíðina. Hvar liggur markið millum neyðuga upplýsing og ræðsluherferðir Ræða miðlarnir sínar lurtarar, hyggjarar og lesarar, ella eru miðlarnir við í fyribyrgjandi arbeiði Gestir Elsa Berg, Ringrás, Bjarni Djurholm, fyrrverandi landsstýrismaður, Árni Gregersen, journalistur og Gerog L. Petersen, tíðindaleiðari í Kringvarpinum. Í telefonini Shahin Gaini, yvirlækni. Kina verður meira avbyrgt, so hvørt coronavirusið ger meira um seg. Grannalondini hava stongt landamørkini, og fleiri altjóða flogfeløg hava steðgað allari flúgving til og úr Kina. Humor snýr seg nógv um at finna onkran, sum tú ert á bylgjulongd við, og so kann man hava tað stuttligt saman við, og hetta er gott at hava á arbeiðsplássinum. Tað snýr seg um at finna okkurt, sum vit kunnu vera saman um, heldur Rune Green. Og humor kann eisini nýtast sum eitt amboð í arbeiðsumhvørvi og miðling á arbeiðsplássinum eisini, tá álvarsamar støður skulu viðgerast og miðlast. Um lógarásettar skyldur ikki verða hildnar, hevur landsstýrismaðurin í tilbúgvingarmálum heimild at áseta tvingsilsbøtur til teir kommunustýrislimir, sum bera ábyrgd. Andras Marr Poulsen, tilbúgvingarsamskipari í Fiskivinnumálaráðnum, segði við útvarpið fyrr í vikuni, at av teimum 19 tilbúgvingarøkjunum, sum føroysku kommunurnar eru skipaðar í, eru bara 10 tilbúgvingarætlanir sendar inn til hoyringar. Endaliga freistin, at lata inn tilbúgvingarætlanir, var í oktobermánað í fjør, og tá varð Kommunala eftirlitið fráboðað um støðuna. Hilmar Høgenni, deildarstjóri í Umhvørvis og vinnumálaráðnum, sigur í stuttari viðmerking í dag, at kommunurnar, sum ikki hava latið tilbúgvingarætlanir inn, hava móttikið skriv um nýggja tíðarfreist. Í skrivinum, sum varð sent kommununum 16. desember 2019, verða kommunurnar bidnar um at syrgja fyri, at Fiskimálaráðið fær umbidnu tilbúgvingarætlanirnar í seinasta lagi 1. mai 2020. Sambært tilbúgvingarlógini frá 2012 liggur ábyrgdin, at samtykkja eina tilbúgvingarætlan, hjá kommunustýrinum, og kann ikki leggjast til eina felags tilbúgvingarnevnd. Skriv er eisini sent út til felags kommunala samstarvið millum Sumbiar, Vágs, Porkeris og Hovs kommunur, og felags kommunala samstarvið millum Hvalbiar og Tvøroyrar kommunur. Í frágreiðingunum er endurgivið orð fyri orð, hvat varð sagt undir samráðingunum. Mangan gekk tað heitt fyri seg á fundunum, og mong vóru kjakevnini. Á síðu 20 sæst, at Anfinn Kallsberg og Poul Nyrup Rasmussen millum annað kjakaðust um, hvørt orðið tjóð merkir folk , nation ella tjóvur . Annað liðið verður mannað av Tór Arna Samuelsen og Jóhan Petur Johannesen frá Lindini, og hitt liðið verður mannað av ítróttarfrásøgufólkunum Mariu Ziskason Nesá frá Kringvarpi Føroya og Tróndi Arge frá Miðlahúsinum og FM 1. Rættar drama filminum Just Mercy byggir á veruligu hendingar, sum fóru fram síðst í 80unum og fyrst í 90unum í Alabama, USA. Tað er Destin Daniel Cretton, sum leikstjórnar. Í høvuðsleiklutunum er ein góð blanding av ungum stjørnum sum Michael B. Jorden og Brie Larson og royndum leikarum, sum Jamie Foxx og Tim Blake Nelson. Filmurin snýr seg um nýklakta, unga sakførarin úr Harvard, Bryan Stevenson, sum búðsetir seg í Alabama. Hann og borgararættinda aktivisturin Eva Ansley stovna Equal Justice Initiative, ið hjálpir fátøkum og marginaliseraðum fangum, sum hava fingið deyðadóm. Í deyðaklivanum hittir Bryan millum annað Walter McMillian, ið sera sannlíkt er órættvíst dømdur. Bryan fer alt fyri eitt undir at fáa McMillian leyslatnan, men tað er fellur ikki í góða jørð í lokalsamfelagnum. Rithøvundurin Larry David gjørdi Curb Your Enthusiasm í 2000. Ein sendirøð, sum fær fólk at kreppa tærnar, men eisini at flenna. Danska sjónvarpsrøðin, Klovn , sum fleiri kenna, byggir á Curb Your Enthusiasm . Larry David spælir framvegis eina uppspunna útgávu av sær sjálvum, ið er í stríð við Gud og hvønn mann. Hesaferð gongur tað millum annað út yvir kaffistovuna, sum serverar kalt kaffi, skrivarin, sum stevnur fyri kynsligan ágang á arbeiðsplássinum, fólk við selfie sticks, fólk, sum siga gott nýggjar tríggjar vikur aftaná nýggjár og so framvegis. Mouldi Manai kom til Føroya í 1975. Hann var fyrstu nógvu árini bilmekanikkari hjá Johannes Berg, og tað var ikki fyrr enn seint í 80 unum, at han fekk hugskotið at lata upp matstovu. Rio Bravo varð til í 1989. Fyrstu árini fekk matstovan góða undirtøku, men kappingin merktist, tá ið Maxim á Argjum, sum hevði stovnað ein klubba til endamálið, skonkti vín fyri gestunum. Mouldi gjørdi tað sama, stovnaði ein klubba, Atlantic Club , og á henda hátt borðreiddi hann við víni, øli og tí, sum sterkari var. Men løgreglan gjørdi húsarannsókn, bæði á Rio Bravo og Maxim og legði hald á rúsdrekkað, sum støðini bæði høvdu at bjóða gestum. Eftir hetta smuglaðu fólk sjálv rúsdrekka við í matstovuna, og tað, sigur Mouldi, gjørdi hann ikki nakað við, tí hann kundi ikki sjálvur nokta fólki tað. Eg var jú ikki politistur , sigur Mouldi í hesum sambandi. Tað var eftir hetta, at Marita Petersen, løgkvinna, tók trupulleikan upp á politiskt stig, og rúsdrekkalógin varð, sum kunnugt, liberaliserað í 1992. Mouldi greiðir frá, at hann var tann fyrsti í Føroyum, sum fekk skeinkiloyvi. Í dag er Mouldi 74 ára gamal, men hann hevur enn úr at gera við støðunum Take Away og Caf Sandwich í miðbýnum í Havn. Mouldi Manai var gestur í vikuskiftissendingini. Vit ummæla dramafilmin Just Mercy , har Jamie Foxx, Michael B. Jordan og Brie Larson spæla høvuðsleiklutirnar. Síðani fara vit aftur at vitja Larry og tey í klassisku skemti sendirøðini Curb Your Enthusiasm . 10. sesongini í røðini er júst komin út. At enda ummæla vit bergtakandi og nærverandi dokumentarfilmin, Krigsfotografen , sum snýr seg um danska stjørnufotografin, Jan Grarup. Hetta ásannar Mai Laksáfoss Simonsen, sum er nývald forkvinna í javnstøðunevndini, og sum eisini er gesturin til ein kaffiduss hesaferð. Hon ræðist tó ikki uppgávuna, tí sjálvt um javnstøða er eitt evni, sum fær sinnini í kók, so hevur hon aldrin verið bangin fyri einum góðum kjaki. Senatorurin úr Alaska, Liza Murkowski, avgjørdi í gjárkvøldið at atkvøða ímóti uppskotinum um at innkallað fleiri vitnir í ríkisrættarmálinum móti Trump. Republikanski senatorurin segði, at hon sá onga orsøk til draga málið út, og atkvøddi tí ímóti uppskotinum. Tað vóru 49 atkvøður fyri og 51 ímóti. Chuck Schumer, leiðarin fyri demokratarnar í Senatinum segði eftir avgerðina hjá Murkowski, at USA nú er ávegis ímóti størstu myrkalegging síðan Watergate gøluna, sum feldi Nixon forseta. Ríkisrættarmálið verður eftir ætlan endaliga avgreitt mikudagin 5. februar. Tá skal Senatið aftur atkvøða, og tá eingi nýggj vitnir verða at hoyra, verður hetta væntandi tann avgerandi atkvøðugreiðslan, ið fer at døma ella fríkenna Donald Trump fyri embætisbrot. Hevur Oddfríður rent á eina kúgv, tá hann var á skíðferð í Noreg Og hevur Janus hugt so nógv at Helenu Christensen, meðan hann var á súkklu, at hann rendi á eina skrellispann og datt Ja góðar eru søgurnar, sum Oddfríður Marni Rasmussen og Janus Poulsen vita at siga, men hvør er sonn, og nær pella teir Nærum 12.000 fólk eru smittað við coronavirusinum. Nógv tann støsti parturin av teimum, ið hava fingið staðfest coronavirusið eru í Kina, har nærum 11.800 av tilburunum eru. Talið av teimum sum eru deyð av virusinum er eisini farið nakað upp, tí nú eru 259 fólk deyð. Sambært eini uppgerð hjá sjónvarpsstøðini CNN, er ongin deyður av coronavirusinum uttan fyri Kina. Tað landið, har næstflest hava fingið staðfest virusið, er Thailand, har 19 tilburðir eru, meðan 17 eru í Japan og 13 í Singapore. Týskland boðaði í morgun frá, at sjey fólk nú eru smittað har. 27 lond hava higartil boðað frá, at tey hava staðfest coronavirus hjá fólkum, men flestu støðini er bara talan um ein til fimm tilburðir. Kina hevur játtað fýra milliardir dollarar til stríði, og tvey sjúkrahús standa mestsum klár at taka í nýtslu, eftir at myndugleikarnir byrjaðu at byggja tey mánadagin. Tilsaman hava tey 2400 seingjarpláss. Størri og størri avmarkingar verða eisini gjørdar í ymsum býum í Kina. Í Huanggang, sum liggur stutt frá Wuhan, har virusið byrjaði at spjaðast, sleppur einans eitt fólk úr hvørjum húskið út úr bústaðnum annan hvønn dag. Myndugleikarnir siga, at hetta er fyri at avmarkað talið av fólkum sum ganga í býnum. Fyrr í vikuni boðaði heimsheilsustovnurin WHO frá, at coronavirusið er ein heimshóttan. Hetta er bert sættu ferð, at WHO lýsir eina umfarssótt sum eina heimshóttan. Sambært Lars Fodgaard Møller, landslækna, kemur WHO við eini slíkari kunngerð fyri at varpa ljós á londini við manglandi tilbúgving, og ikki fyri at loypa ótta á fólk. Eisini stjórin í danska Sundhedsstyrelsen, Søren Brostrøm, hevur gjørt tað greitt, at danskir myndugleikar hava greiði á støðuni. Hann sigur, at allir liðir í tilbúgvingini vita akkurát hvat teir skulu gera. Lars Fodgaard Møller, landslækni, sigur somuleiðis, at tilbúgvingin í Føroyum er nøktandi sum nú er, og myndugleikarnir eru til reiðar, um tað skuldi hent, at coronavirusið kemur higar. Mai Laksáfoss Simonsen er boðin til Kaffiduss. Aftaná luttakað Símun Gullaksen, Malan Eyðunsdóttir og Sasho Bjartsson í Kjakaríinum, og at enda pella Oddfríður Marni Rasmussen og Janus Poulsen fyri okkum. Við í táttinum er eisini eykalagið September, ið varð givið út á singleplátu um somu tíð sum hetta tema albumið I Am. Dagblaðið New York Times helt útgávuna vera skínandi teatralska við tónleikaligum hugflogi. Og mánaðarblaðið Cream Magazine kallaði I Am fyri eitt rútmiskt utopia. Sarah Mahfoud boksaði ein góðan dyst og hevði yvirtakið beinan vegin. Umaftur og umaftur var hon fyrst at sláa, og hetta kom óvart á hjá mótstøðukvinnunni. Tað var ómetaliga gott huglag í høllini, og tað gekk væl. Eg eri heimsmeistari, segði Sarah Mahfoud við danska blaðið B.T. eftir dystin. Eg havi arbeitt við mínum agressiviteti, og eg skuldi brúka mína vinstru alla tíðina og fanga hana við mínari høgru, segði Sarah Mahfoud. Keypmannahavnar Kommuna gav í síðstu viku loyvi til, at ein átta metrar høg standmynd kundi reisast á torginum frammanfyri Christiansborg. Listamaðurin sigur, at standmyndin er moralskur stuðul til mótstøðufólkini í Hong Kong, og hann vil samstundis varpa ljós á valdsnýtsluna ímóti mótstøðufólkunum. Sendistovan metir, at standmyndin er misvísandi fyri veruligu viðurskifti í Hong Kong, umframt at sendistovan uppfatar standmyndina sum ein uppíblanding í innanhýsis kinesisk viðurskifti, sigur Jyllands Posten, sum hevur fingið innlit í eitt notat hjá Keypmannahavnar Kommunu. Sendistovan heldur harumframt, at standmyndin særir kinesisk ferðafólk sum vitja Fólkatingið, og at standmyndin enntá er ein trygdarhóttan. Danski uttanríkisráðharrin, Jeppe Kofod, sigur við Jyllands Posten, at sendistovan hevur rætt til síni sjónarmið, men leggur somuleiðis dent á, at tað ikki má enda við einari siðvenu, sum er ímóti danskari lóg. Hann vísir samstundis á, at ynskið hjá sendistovuni ikki varð gingið á møtið. Nógv fólk vóru savnaði í býnum Havn í nátt til tiltakið Vetrarljós. Sum heild gekk alt væl og stillisliga fyri seg, sigur Løgreglan Tó var ein tilburður, har eitt ungt par og nakrir tannáringar komu til ilnar, sum endaði við at tannáringarnir løgdu á parið. Illstøðan snúi seg um, hvørt jødatýningin undir krígnum var farin fram ella ikki. Í Tanzania doyðu 20 fólk undir guðstænastu, sum varð hildin á einum stadion fyrr í morgun. Fleiri hundrað fólk vóru til guðstænastuna, har prestarinir bjóðaðu fólki at verða vælsignað við heilagari olju. Í morgin skipar formansskapurin í Løgtinginum fyri ungdómstingi, har næmingarnir úr 8., 9. og 10. flokkunum kring landið, sleppa at seta dagsskránna í Løgtinginum. Sambært Jógvani á Lakjuni, løgtingsformanni, er hetta ein møguleiki hjá næmingunum at skifta orð um evni, sum tey halda eru týdningarmikil og at geva næmingunum størri innlit í fólkaræði. Ungdómstinglimirnir møta í Løgtinginum klokkan níggju í morgin. Klokkan tíggju setir Løgtingsformaðurin ungdómstingið, og síðani fáa næmingarnir møguleika at leggja fram uppskot fyri tingið. Ungdómstinglimirnir fáa høvi at seta spurningar og koma við viðmerkingum til uppskotssetararnar. Eftir døgurða fáa ungdómstinglimirnir kunnig um nevnararbeiði og fáa møguleika at orða fyrispurningar til landsstýrisfólkini. Seinni fáa uppskotini frá ungdómstinginum nevndarviðgerð. Týsmorgunin skulu álit leggjast fyri tingið um tey ymisku málini frá ungdómstinginum, og síðani verður atkvøtt um tey. Seinnapartin týsdagin fáa ungdómstinglimirnir møguleika at seta fram spurningar til landsstýrisfólkini í tingsalinum. Fyrstu ferð skipað varð fyri ungdómstingi var í 2005 og hetta er 7. ferð, at ungdómsting verður hildið. Heilsufrøðiliga Starvsstovan bjóðaði loyvið til at ala tara á sjógvi og landi út á hesum fimm plássunum Gøtuvík, Fámjin og Kaldbaks Skála og Funningsfirði. Umsóknirnar verða nú viðgjørdar og tey, sum fáa taraloyvi, fáa boð um góðar tveir mánaðir, boðar Heilsufrøðiliga Starvsstovan frá. Tveir danir eru avbyrgdir eftir at teir í nátt vórðu fingnir heim úr Hubei landslutinum í Kina, tí illgruni er um, at teir eru smittaðir við coronavirusinum. Stutt eftir, at fólkini vóru komin heim, vórðu tvey teirra avbyrgd, sigur Anne Marie Vengsted, stjóri í Stýrinum fyri sjúklingatrygd, sambært DR. Metingin er, at tvey fólk eru í stórum smittuvanda, og vit hava tí avtalað, at tey skulu avbyrgjast í 14 dagar. Hini átta fólkini meta vit ikki, eru smittað við coronavirusinum. Tey eru øll væl og virðiliga kunnað um, hvørji fyrivarni, tey skulu taka. Tað sigur Anne Marie Vengsted, ið samstundis undirstrikar, at Stýrið fyri sjúklingatrygd fer at hava eitt vakið eyga við teimum fólkunum, sum eru flogin heim úr Hubei landslutinum í Kina. Tey 10 fólkini vórðu fyrst flogin úr Wuhan, sum er miðdepil fyri coronavirusið, við einum fronskum flogfari til Suðurfraklands. Haðani vórðu tey flogin víðari til eina hernaðarfloghavn í Brússel, har tann eini danin varð lagdur inn á sjúkrahús. Tá fólkini komu til Danmarkar, kannaðu læknar frá Stýrinum fyri sjúklingatrygd fólkini, og tað var tá, at heilsumyndugleikarnir mettu, at tvey fólk skulu avbyrgjast í 14 dagar. Býráðið í Eysturkommunu samtykti hóskvøldið eitt tilmæli um at taka av grundstykkjalistan í Eysturkommunu tann 1. februar, tí grundstykkjalistin kravdi nógva orku at umsita. Hagstovan sigur, at tølini fyri 2017 vísa, at nettoognin hjá føroyingum er tann sama sum hon var fyri fíggjarkreppuna fyri góðum tíggju árum síðani. Nettoognin var 5,7 milliardir krónur í 2017. Ognin vaks fimm millardir frá 2015 til 2017, samstundis sum skuldin minkaði 1,3 milliardir krónur. Ronald Poulsen og fyritøkan Munin hava projekterað kirkjugarðin, og AP Bilar og Maskinur hava gjørt arbeiðið saman við R Transport og arbeiðsfólki hjá kommununi. Uttanríkisráðið hevur sett fleiri arbeiðsbólkar, sum skulu arbeiða við at fáa avtalur í lag, áðrenn skiftistíðin hjá Bretlandi er av á nýggjárinum. Viðurskiftini hjá føroyskum lesandi í Bretlandi, møguleikin hjá føroyingum at koyra bil í Bretlandi, møguleikin hjá føroyingum at arbeiða í Bretlandi og hjá bretum at arbeiða í Føroyum, eru nøkur av viðurskiftunum millum Føroyar og Bretland, sum eru ógreið. Fyri at fáa greiði á hesum viðurskiftum, hevur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, givið nøkrum fólkum í Uttanríkisráðnum til uppgávu at fylgja við og at samráðast við bretar um viðurskiftini. Í døgunum 3. til 7. februar ferðast tiltakið Vika Sex 2020 til fyrsta árs næmingar á yrkis og miðnámsskúlum í Føroyum. Tað verður felagið Kyn, sum Marin í Dali, lækni, hevur tikið stig til, sum fer at standa fyri undirvísingini. Endamálið við tiltakinum er at menna seksualundirvísingina, tí holl vitan um kropp, kenslur, fyribyrging, mørk, rættindi og onnur seksuel evni hava jaliga ávirkan á, hvussu vit trívast. Eitt alment tiltak verður eisini fyri fakfólk, foreldur og avvarðandi í Perluni hóskvøldið 6. februar, har tey seta spurningin Hvussu tosa vit við okkara ungu um seksualitet . Fáa vit útbúgvið fleiri skúlabókavørðir og raðfest skúlabókasøvnini hægri, so rokni eg við, at hetta fer at síggjast aftur í betri lesivanum, og at vit fáa fleiri dugnaligar næmingar. Fara næmingar at lesa meiri, serliga teir sera dugnaligu, so mennast teir fakliga, og tað fer at gera, at vit fara at hava næmingar, sum standa seg sera væl, sigur Jacob Eli S. Olsen. Tað eru 15 ár síðani, at skúlabókavørðir seinast vórðu útbúnir, og fleiri skúlar mangla útbúnar skúlabókavørðir. Nú má útbúgvingin setast á dagsskránna, heldur formaðurin í Føroya Lærarafelag. Eitt er skúlabókavarðaútbúgvingin, sum leingi hevur ligið á láni, annað er at gera umstøðurnar at hava góð og kveikjandi skúlabókasøvn betri. Tímarnir, sum skúlabókasøvnini fáa, eru alt ov fáir, um líkindi skulu vera fyri, at tey eru námsfrøðiligir kveikingardeplar, heldur formaðurin. Ásetingin til skúlabókasøvnini er ein minimunáseting tað hevur verið frammi til hvørja samráðing at broyta hana, men vit eru tíverri ikki komin á mál, sigur Jacob Eli S. Olsen við Skúlablaðið. Um skotar skriva út fólkaatkvøðu um loysing frá Bretlandi, soleiðis sum fyrstiráðharrin, Nicola Sturgeon, hevur lovað, kann tað enda við, at Skotland aftur verður limað inn í ES, sigur Donald Tusk. Eg ivist ikki í, at stór undirtøka er fyri tí í Brússel, men so skulu avtalur og formlig viðurskifti fáast í lag, sigur fyrrverandi ES forsetin. Útsøgnin hjá Donald Tusk kemur væl við hjá Nicolu Sturgeon, sum fleiri ferðir hevur sagt, at hon fer at stríðast fyri, at skotar fáa eina nýggja fólkaatkvøðu um loysing. Skotar høvdu fólkaatkvøðu um loysing í 2014, tá 55 prosent søgdu nei. Forsætisráðharrin sigur, at ov stutt tíð er fráliðin, at skotar kunnu fáa eina nýggja fólkaatkvøðu. Neistin brestir í hálvfinaluni saman við H71, meðan Kyndil og VÍF hittast í hinari. Fyrru hálvfinalurnar í steypakappingini hjá monnum verða spældar hóskvøldið klokkan 20. Í apríl skal borðtennislandsliðið spæla innleiðandi EM undankapping, og mai verður Arctic Open á skránni, har Føroya spæla móti Grønlandi og Íslandi. H71 kemur í hálvfinaluna sum nummar tvey í bólki 1 og skulu sostatt møta Neistanum. í hinari hálvfinaluni hittast finaluliðini frá í fjør, Kyndil og VÍF. Triði og seinasti dysturin í bólkaspælinum var ímóti STÍF, og við greiðum sigri á Skála eru teir grønu nú klárir til hálvfinalu móti VÍF. Borgarstjórin í Vestmanna kommunu er sannførdur um, at vantandi felagsleisturin ger, at tað tær ymisku tilbúgvingarætlanirnar verða ósamanhangandi. Eg ætlaði fyrst, at konsertin skuldi vera leygarkvøld, men tað var alt ov kostnaðarmikið. Henda konsertin verður tí eitt gerandiskvøld, sigur fyriskiparin. Riggar tað, so kann tað lata upp fyri fleiri líknandi konsertum, men brennur man seg, verður tað neyvan gjørt aftur, sigur Rúni Djurhuus. Uni Leitisstein, tónleikaummælari, heldur, at føroyingar nú eiga at læra seg, at tað saktans ber til at fara út til eitt nú konsertir hóast tað ikki er vikuskifti. Sannlíkindini eru framvegis lítil fyri, at coronavirusið kemur til Føroya, siga tey serkønu. Men sjúkrahúsverkið er til reiðar, um ein tilburður skuldi komið higar. Sjúkrahúsverkið hevur kunnað starvsfólkini um, hvussu tey skulu handfara møguligar støður við coronavirusi hjá sjúklingi. Ein stova, har sum fólk kunnu avbyrgjast, er gjørd klar. Og skipan er gjørd um sjúkraflutningin. Fólk í Føroyum skulu flytast til sjúkrahúsini í Hvidovre ella Skejby, sum hava serligar deildir fyri smittandi sjúkur. Annars ber til at lesa meira um coronavirus á heimasíðuni hjá danska Heilsustýrinum, sum er sst.dk. Dagsins yrking Gjarhjarta Anna Malan Jógvansdóttir yrkti. Mariann Hansen lesur. Undirfloyma Mentannargrunnur studentafelagsins gav út í 2015 Teir 32 skúlanæmingarnir, sum manna ungdómstingið, fóru seinnapartin á nevndarfund at skriva álit í teimum 12 málunum, sum eru løgd fram, og sum vórðu umrødd fyrrapartin. Róaldur Jákupsson er 45 ára gamal, útbúgvin HD í uttanríkishandli frá CBS, og hevur tikið MBA á rhus Universiteti. Harumframt hevur hann lokið ymisk leiðslufak á akademistigi. Nýggi fíggjarleiðarin á Landsverki hevur fyrr starvast sum fíggjarfrøðingur á Landsverki í seks ár, áðrenn hann fór í starv sum fíggjarleiðari, kt leiðari og varastjóri á Strandfaraskipum Landsins, har hann hevur starvast seinastu umleið fýra árini. Róaldur Jákupsson tekur við starvinum sum fíggjarleiðari á Landsverki 2. mars. Landsverk hevur gjørt broytingar í bygnaðinum, og í næstum verða eisini sett ein starvsfólkaleiðari og leiðari fyri Virkisdeildina. Í Snipp snapp eru teknifilmar, ið eru ætlaðir smáum børnum. Hesaferð eru teknirøðirnar Sára og Dunna, Elias og L fyri lomb. Snipp snapp er hvørt mikukvøld, og hóskvøld og leygarkvøld og sunnumorgnar. Noreg, Ísland og Liktinstein, sum hava eina sonevnda EBS avtalu við ES, fara nú í felag at royna at fáa eina líknandi avtalu við Bretland, sum ikki longur er í ES. Hon vísir á, at Noreg og Ísland hava nógv felags á fiskivinnuøkinum, meðan Liktinstein hevur størstan áhuga í fíggjarviðurskiftum. Hóast tað, so heldur Erna Solberg, at londini eiga at samráðast saman, og tá samráðingar eru, mugu atlit takast at tí, sum hvørt einstakt land vil hava. Erna Solberg, forsætisráðharri, íslendski forsætisráðharrin, Katrín Jakobsdóttir, og forsætisráðharrin í Liktinstein, Adrian Hasler, hittust fyrrapartin, og tey eru øll samd um, at best er at samráðast saman. Hon vísir á, at Bretland hevur stóran týdning fyri bæði Noreg og Ísland, tá talan er um handil og serliga útflutning av fiskavørum. Adrian Hasler heldur tað ikki vera meiar enn natúrligt, at øll londini í felag fara undir samráðingar við bretar um handilsviðurskiftini í framtíðini. Í dag byrjar kappingin um at gerast forsetavalevni hjá demokratunum, sum skal bjóða Donald Trump, forseta, av á valinum í november. Í Iowa verður mest tosað um royndu politikararnar, 77 ára gamla Joe Biden, 78 ára gamla Bernie Sanders, 70 ára gomlu Elizabeth Warren og so 38 ára gamla Pete Buttigieg. Meiningakanningar vísa, at tað er sera javnt millum øll fýra valevnini, og ongantíð hevur verið so javnt, áðrenn kappingin um at gerast forsetavalevni byrjar av álvara. 3. mars verður sonevndi supertýsdagurin, og tá fer sera múgvandi, Michael Bloomberg, at bjóða seg fram til at gerast valevni, so hann kann bjóða Donald Trump av í november. At tað stendur á jøvnum í kanningunum, ger, at orðadrátturin millum valevnini er harðnaður nógv seinastu dagar, og serliga er orðaskiftið hvast ímillum Sanders og Warren, sum bæði royna at tekkjast vinstravendu demokratisku veljarunum. Tá undavalini eru av, verða 12 valevni eftir, og eitt av teimum skal so demokratiski flokkurin velja at bjóða Trump av. Tað verður gjørt á landsfundinum hjá flokkinum í juli. Valevni, sum fáa minni enn 15 prosent av atkvøðunum, noyðast at lata sínar atkvøður fara til eitt av kendaru valevnunum, skrivar DN. Skuldsetingin hevur samband við eitt mál frá 2018, har fregnartænastan hjá donsku løgregluni, PET, heldur, at iranska fregnartænastan hevði ætlanir um at drepa ein irana í Danmark, skrivar Danmarks Radio. Løgreglan í Keypmannahavn hevur skuldsett ein navnnevndan persón úr eini iranskari fregnartænastu fyri at hava havt leiklut í eini drápsroynd, og fyri at hava njósnast móti Danmark. Teir eru skuldsettir fyri at hava njósnast til frama fyri Saudiarabia móti persónum í Danmark millum 2012 og 2018. Teir tríggir eru handtiknir og skulu grundlógaravhoyrast í morgin. Talan er um eitt torgreitt mál, har Saudiarabia og Iran hava tikið sínar ósemju við til Danmarkar, sigur Finn Borch Andersen, sambært DR.DK. Í hesari seinnu sendingini á Glasi vitja vit á serbreytini, har tey hava nógv á skránni bæði úti og inni, á yrkisbreytini, har bæði snikkarar og timburmenn gera sveinastykki í hesum døgum, og á búskaparbreytini. Hóast nógv eru glað fyri stóra skúlabygningin í Marknagili, so hava lærarar og einstakir næmingar víst á ymsar trupulleikar á nýggja Glasi. M.a. við teimum stóru skúlastovunum, har fleiri enn ein flokkur eru í stovuni samstundis. Tað halda tey vera sera óheppið. Steinbjørn Hardlei, skúlastjóri, er greiður yvir hetta og sigur, at dentur verður lagdur á at gera neyðugu tillagingarnar. Leivur Torvadal, húsavørður, harmast um vandamikla vegastrekkið á høvuðsvegnum omanfyri Glasir. Hann óttast fyri, at ein vanukka hendir áðrenn tað er gjørt Finn Jensen, dekanur, greiðir frá teimum hægru útbúgvingunum á Glasi. Skúlin bjóðar ymiskar yrkisakedemiskar útbúgvingar og hægri eftirútbúgvingar fram. Katrin Olsen, Elisabeth Rubeksen, Rasmus Berg Petersen, Eina Leitistein Knudsen, Leivur Torvadal, Annie Fjallsá, Martha Weihe Dalsgaard, Gunnar Andreasen, Jákup Joensen, Svanna Hanusardóttir, Steinbjørn Hardlei, Giusy Calkulli, Francesca Follo, Heini Sjóvará, Fríði Mohr, Finn Jensen, Benny Nielsen, Johan Vang og Ásla Sørensen. H71 og VÍF høvdu fult stigatal undan innanhýsis dystinum teirra millum, sum tískil bert snúði seg um, hvør skuldi fara við fyrstaplássinum. Nógvar broytingar eru í hópinum hjá Skála, ið seinastu árini hevur havt fast pláss, sum nummar seks í landskappingini. Bill McLeod Jacobsen er nýggjur høvuðsvenjari í felagnum, og hann er við fyri at vinna. At Ben Arabo varð koyrdur sum stjóri í Betri samtakinum, var eitt tekin um, at nevndin í samtakinum læt seg trýsta av leiðandi persónum í dótturfeløgum. Í januar var gýtingarstovnurin sambært fyribils metingum 64.000 tons, sum er nógv minni enn lágmarkið fyri at loyva fiskaríi aftur. Leygardagin byrjaði nýggj máting, sum varar í hvussu so er til hálvan februar. Í dag fer uppsjóvarskipið Aðalsteinn Jónsson eisini at leita eftir lodnu. Keldur siga við CNN, at úrslitini koma seinni í dag, lokala tíð. Orsøkin er, at úrslitini frá ymsu veljarafundunum skulu gjøgnum eftirlit. Vit tryggja okkum, at tølini eru neyv. Fólk atkvøða framvegis, og vit arbeiða við at fáa úrslitini klár, stendur í frágreiðing frá Demokratunum í Iowa, sambært NBC. Umboð fyri valstríðið hjá tveimum av forsetavalevnunum siga við CNN, at tey hava fingið at vita, at appin, sum úrslitini skulu leggjast inn í, er vorðin óvirkin. Men bara góðan tíma seinni boðar samskiftisdeildin hjá sama flokki frá, at atkvøðugreiðslan dregur út, tí óreglusemi er staðfest í uppteljingini. Tí skal alt kannast av nýggjum Umframt appina, sum úrslitini skulu sendast til, brúka vit eisini myndir av úrslitunum og skjølum, fyri at tryggja okkum, at úrslitini samsvara, og at tølini, sum vit senda inn, eru røtt, sigur Mansy McClure, samskiftisstjóri hjá Demokratunum í statinum Iowa. Amerikanska valskipanin er serlig. Tilnevningin byrjaði klokkan 19 lokala tíð í gjárkvøldið. Demokratarnir savnast í ítróttarhallum og samkomuhúsum kring alt Iowa, har kandidaturin í Iowa verður funnin. Vinnarin fær nógv uppmerksemi í fjølmiðlum og størri fíggjarligan stuðul, men søguliga sæst, at tann, sum vinnur í Iowa, ikki altíð verður endaligi vinnarin í tilnevningarvalinum. Besta dømið um tað var í 1992. Tom Harkin vann tilnevningina hjá Demokratunum í Iowa tepurt. Bill Clinton gjørdist nummar fýra við bara 2,8 prosentum av atkvøðunum. Heðin Mortensen spurdi landsstýrismannin, um tað var ein politisk avgerð at broyta siðvenjuna um farloyvi hjá kommunustýrislimi brádliga beint fyri jól í fjør. Og tað hevði hon rætt til, tí eingin regla forðar einum kommunustýrislimi at møta á býráðsfundi, hóast viðkomandi er í farloyvi, segði Kommunala eftirlitið í einum svari til Tórshavnar býráð. Fyrr høvdu føroysku ráðgevarnir smáu uppgávurnar, meðan stóru uppgávurnar innan byggivinnuna vóru veittar av landinum til danskar ráðgevarafyritøkur, sigur Árni Jakobsen, sum hevur verið stjóri á ráðgevandi verkfrøðistovuni SMJ síðan 2003. Ársins leiðari innan tað almenna gjørdist Jógvan Fríðriksson, bispur, sum ásannaði, at uppgávan at leiða innan tað almenna og tað privata ikki altíð er hin sama. Nú ber til hjá hjá Facebook brúkarum sjálvum at gera av, um Facebook skal sleppa at goyma og selja víðari yvirlit yvir, hvussu og hvar tú ferðast á netinum. Jákup Justinussen var á gátt og greiddi frá, hvat hetta merkir fyri okkum brúkarar. Hvat vinna vit, og hvørjar avleiðingar kann hetta hava. Vilt tú vita, júst hvussu tú gert, fyri at strika tína søgu ella forða framtíðar skráseting, so kanst tú lesa meira á heimasíðu Jákups her. Hvat bagir tær, um tú verður lívshóttandi sjúk ur av køldum vatni og vindi, og hví manst tú fáa so ilt í munnin, at tú næstan ikki fært tosað Hvør klárar best at finna út av hvat bagir, royndir læknar ella vanlig fólk við teldu Programmleiðari Kjetil Røthing Askeland. Stina er diva í skúlanum. Hon stendur á odda við teimum hvøssu viðmerkingunum, og so er hon við í einum framfúsum gentubólki í studentaskúlanum. Stina vil fegin vera best, og málið er 10 í meðal, tá hon verður liðug í skúlanum, so hon kann sleppa beinleiðis inn at lesa jura. Bjørk Sørensen úr 9. flokki í Vágs Skúla og Torstein Sivertsen úr 9.a í Hoyvíkar Skúla geva okkum innlit í nøkur av teimum uppskotum, sum umboð úr framhaldsdeildum kring landið arbeiða við í tinginum í hesum døgum. Tey halda so avgjørt, at summi av teimum uppskotum, sum tey ungu eru komin við, kunnu geva íblástur til tingarbeiðið hjá vanligu tingmannignini framyvir. Nýggjastu tølini siga, at Eivind hevur fiskað 265,4 tons, Jákup B 279,5 tons, Jógvan I 277,8 tons, og hann er liðugur at fiska, Stapin er eisini liðugur, hann hevur 280 tons, Kambur hevur 263,7 tons og Klakkur hevur fiskað nógv mest, hann hevur 430,3 tons. Luttakarar Bjørk Sørensen, Tórstein Sivertsen, Jákup Justinussen, Árni Jakobsen, Jógvan Fríðriksson, Boris Benjamin Bertram og Henrik B. Ibsen. Samráðingar millum næststørsta fakfelagið í Íslandi, fakfelagssamtakið Efling, og kommununa slitnaðu í gjár, og farið verður tí í verkfall í dag klokkan 12.30, skrivar Morgunblaðið. Næsta semingsroynd verður í morgin klokkan 15, og spyrst einki burtur úr tá, halda verkføllini fram í ovurmorgin, og so týsdagin, mikudagin og hósdagin í næstu viku. Er framvegis eingin avtala gjørd 17. februar, byrjar eitt verkfall tann dagin, og heldur fram í óasetta tíð, skrivar Morgunblaðið. Niels er arbeiðsleysur, tí barrin, har hann arbeiddi, ikki góðtók, at hann hevði hug at strippa. Men stripp bókingarnar bólta inn, og hóast Niels fær dagpening, fegnast hann um tað nógva uppmerksemið og øll kvinnuskríggini, tá hann strippar. Kim er komin víðari í lívinum, og hann hevur funnið frið og hevur ikki tørv á at doyva kenslurnar við at strippa. Nú er tíð uppá at skapa sær nýggjar møguleikar í lívinum, so hann søkir inn í sjóverjuna. Sleppur hann inn, sigur hann stripparatilveruni endaliga og sorgblítt farvæl. Tað harða lívið á landavegunum, konsertir hvørt kvøld og lívið í tí lítla bussinum og onki rúm fyri privatlívi fær klaustrofobiina í teimum smáu rúmunum aftan fyri pallin at vísa seg. Forsangarin, Simon, sum kom síðst upp í orkestrið, kennir seg uttanfyri í tí lítlu familjuni , men gittarspælarin, Lasse, bjóðar øl, áðrenn hann fer heim at verða pápi. Tað byrjaði í 2016, tí mett varð, at útlendskir eigarar høvdu valdið á felagnum. Vit tosa við løgfrøðingin, sum mælti fiskimálaráðnum frá at fara í rættin. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, og Høgni Hoydal, fyrrverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum, fara eisini at kjakast um málið. Vandin fyri, at coronavirusið fer at gera um seg í Føroyum, er lítil, men skuldi tað hent, er føroyska sjúkrahúsverkið tilbúgvið. Hjá øðrum vinnum er talið farið upp, mest hjá tænastuvinnuni, úr 39 upp í 53, hjá tilfeingisvinnuni úr 13 upp í 35, og hjá handilsvinnuni úr 23 upp í 29. Vantandi lestrarstuðul til ung undir 18 ár, sum eru á miðnámi, ger, at nógv 15, 16 og 17 ára gomul arbeiða fyri at hava ráð at vera á miðnámi. Ungdómstingið hevur samtykt uppskot frá næmingum í 9.a í Hoyvíkar skúla um at broyta lógina um lestrarstuðul, so øll, sum eru á miðnámi, fáa lestrarstuðul. Uppskotið um at minka tímatalið í fólkaskúlanum varð væl og virðiliga felt, og tað varð uppskotið um at lækka valaldurin niður í 16 ár eisini. Føroyingar keypa framvegis nógvar bilar. Akstovan sigur, at í januar í ár vórðu skrásettir 217 nýggir bilar, 37 fleiri enn í januar í fjør. Vøksturin er 21 prosent. Føroyingar keypa eisini brúktar bilar uttanlands. Í januar í ár vórðu skrásetir 27 brúktir innfluttir bilar. Teir vóru bara sjey í januar í fjør. Jørgen Niclasen svaraði, at málið er, at tað skal verða koyrandi til Suðuroyar í 2030, og tunnilin verður mettur at kosta millum 3,3 og 3,4 milliardir krónur Fleiri stór flogfeløg eru fyribils givin at flúgva til Kina, og í dag boðar SAS frá, at felagið fer ikki at flúgva aftur til Beijing og Shanghai í februar. Orsøkin er coronavirusið, sum tók seg upp í Kina fyri einum góðum mánaði síðani. Felagið fer ikki at selja ferðaseðlar til býirnar aftur fyrr enn hálvan mars. Vanliga flýgur SAS 12 ferðir um vikuna til Beijing og Shanghai. Flúgvingin til Hongkong heldur tó fram sum vanligt, sigur felagið. Fleiri onnur flogfeløg eru eisini givin at flúgva til Kina, og í gjár boðaði Lufthansa frá, at felagið ikki fer at flúgva til Kina í februar. Eisini British Airways, United Airline, American Airlines, KLM, Air France og Turkish Airlines eru givin at flúgva til Kina fyribils, skrivar Ritzau. Vaksandi tal av børnum og ungum fólkum doyggja í stórum tali í Keypmannahavn, og eftir stuttari tíð hevur ein ósjónligur drepari lagt fleiri túsund fólk um alt Danmark í grøvina. Men hvat hendi Hetta er søgan um ókendu umfarssjúkuna, sum herjaði Danmark fyri júst 100 árum síðan. Og hví nakað líknandi kann henda aftur í dag. Fullveldisskjølini geva ikki innlit í nýggjar upplýsingar í málinum, men tað er týdningarmikið, at slík skjøl verða almenn, sigur Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur. Hann sigur, at hóast skjølini hava verið loynlig í 20 ár, er ilt at síggja, hvat hevur verið so týdningarmikið at halda loyniligt. Nógv skuldsettu Moi fyri at vera einaræðisharra, men tað eru eisini nógv, sum siga, at er orsøkin til, at viðurskiftini eru so fræg, sum tey eru í Kenja. Í Kenja hevur verið friðarligari enn í grannalondunum, Rwanda og Somalia, men fátækradømi og korrupsjón var gerandiskostur í landinum. Seinastu árini, stjórnin hjá Moi sat, vóru nógvar skuldsetingar um svik, og í 1997 góvust bæði Heimsbankin og Altjóða Valutagrunnurin, IMF, at lata landinum lán. Eftir fýra ár í sessinum, forðaði Arap Moi fyri einum hernaðarkvetti í landinum, og tá skipaði hann eisini avhoyringarhølir undir einum av stjórnarbygningunum í Nairobi. Matt Redmann hevur í mong ár gjørt eina rúgvu av tónleiki og sangum, sum hava sett merkið eftir seg kring allan heim. Hann er akkurát komin út við nýggjast útgávu síni, ið kallast Let there be wonder . Vit fara millum annað at hoyra nøkur løg úr hesi útgávuni í sendingini. Hjá kvinnunum verður onnur hálvfinalan ein endurtøka av steypafinaluni í fjør, tá Kyndil og VÍF bresta saman. Kringvarpið stroymir fyrru hálvfinaluna millum hesi bæði liðini klokkan 18 í annaðkvøld. Í hinari hálvfinaluni hittast H71 og Neistin. Hjá monnum møtast steypavinnararnir og føroyameistararnir í hálvfinaluni. Neistin tekur ímóti H71, og Kringvarpið stroymir fyrru hálvfinaluna millum teir hóskvøldið klokkan 20. Í hinari hálvfinaluni hittast VÍF og Kyndil. Bretland fær ikki líka góðar sømdir, sum landið hevði fingið sum limur í samveldinum, men fyri tað kann talan verða um eina góða avtalu, leggur samráðingarleiðarin aftrat, skrivar KNR. Vit fara ikki at seta okkum upp ímóti at gera avtalu um fiskirættindi, men eitt krav verður, at Bretland seinast í hesum árinum hevur fult ræði á bretska sjóøkinum, sigur Johnson. Londini hava 11 mánaðir at finna eina loysn á teimum viðurskiftum, sum skulu vera galdandi í framtíðini. Semja er kortini um, at skotbráið kann leingjast í upp til tvey ár, um partarnir semjast um tað. Allar hálvfinalurnar í steypakappingini í flogbólti verða spældar í Klaksvík leygardagin 8. februar, og Kringvarpið stroymir allar dystirnar. Tilsamans fimm feløg eru undangóðkend at bjóða eitt kanadiskt, danska íslendska Ístak, donsku feløgini MT Højgaard og Munck Gruppen, og so J og K Petersen Contractors. Felagið, sum stendur fyri at byggja floghavnina í Qaqortoq, skal gera avtalu við felagið, sum fær arbeiðið, í mai í ár. Og ætlanin er, at arbeiðið skal byrja í summar. Hvussu nøgdir eru føroyingar við sítt kynslív Tað er millum spurningarnar, vit hava sett í einari spurnarkanning. Nón setir kynslívið í fokus hesa vikuna, nú vit eru komin inn í Viku Sex. Í dag fer Bjørt Lind, sálarfrøðingur og sexolog lesandi, at greina spurnarkanningina, og vit skifta orð um kynslív sum heild. Men alt verður ikki sex. Um vikuskiftið skipaði Tórshavnar Big Band fyri stórari sangkapping vinnarin Magnus Johannesen kemur í útvarpsstovuna eftir klokkan hálvgum. Øll sendingin kann hoyrast her. Fyri 20 árum síðani var politiska ætlanin hjá samgonguni millum Fólkaflokkinum, Tjóðveldisflokkinum og Sjálvstýrisflokkin, at Føroyar skuldu loysa. Vit skuldu loysast politiskt og búskaparliga frá Danmark og fara í eitt samstarv í staðin. Eitt samstarv, har bæði londini vórðu sjálvstøðug og líka. Tað gekk sum kunnugt ikki og samráðingarnar, sum vóru millum Danmark og Føroyar, endaðu úrslitaleysar. Síðan tá hava fjølmiðlar í fleiri førum biðið um innlit í fundarfrágreiðingarnar, sum vóru millum londini. Tað hevur ikki eydnast, tí samráðingarnar vórðu ikki fevndar av almennum innliti, tá tær ongantíð vórðu formelt hildnar uppat. Also Føroyar vórðu ikki lidnar at loysa og tí var málið ikki niðurlagt. Tað var støðan til nú. Eftir fyrispurning frá Beintu Løwe, tingkvinnu, valdi Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, at almannakunngera fundarfrágreiðingar. Tær eru fýra í tali. Allir fýra fundirnir vórðu hildnir í 2000. Sum sagt, so kom loysingin ikki. Stígur kom í samráðingarnar beinavegin og tað gjørdist greitt, at danir vildu ikki lata Føroyar fara uttan víðari serliga var tað búskaparliga skiftistíðin, sum skilti partarnar. Fiskimálaráðið hevur slept kæruni av úrskurðinum hjá Føroya Rætti í málinum ímóti reiðarínum North West Pelagic. Ein politisk avgerð, sigur Høgni Hoydal, sum var landsstýrismaður, tá Fiskimálaráðið valdi at kæra úrskurin hjá Føroya Rætti, sum gav reiðarínum North West Pelagic viðhald í kæruni um Fiskimálráðið, eftir at ráðið tók veiðiloyvið frá felagnum í 2016. Málið snýr seg um, at reiðaríðið North West Pelagic misti veiðiloyvið í januar í 2016, tí Vørn staðfesti at ræðið á felagnum í veruleikanum var á hondunum hjá útlendska minnilutaeigaranum Jaczon Trawler. Ein niðurstøða ið síðani varð staðfest í Fiskimálaráðnum. Í Januar 2016 sýtti Fiskimálaráðið sostatt at lata North West Pelagic sítt veiðiloyvi aftur eftir at tað hevði verið í varðveitslu hjá ráðnum eitt tíðarskeið. North West Pelagic kærdi Fiskimálráðið og vann í Føroya Rætti sannførandi rættin til veiðiloyvið aftur og fekk haraftrat rætt til endurgjald. Dómurin varð tó ikki endaligur, tí fiskimálráðið kærdi dómin til Landsrættin ein kæra, sum nú er slept. Hetta hóast at málið verður roknað at verða rættiliga principielt. Fyri 20 árum síðani var politiska ætlanin hjá samgonguni millum Fólkaflokkinum, Tjóðveldisflokkinum og Sjálvstýrisflokkin, at Føroyar skuldu loysa. Vit skuldu loysast politiskt og búskaparliga frá Danmark og fara í eitt samstarv í staðin. Eitt samstarv, har bæði londini vórðu sjálvstøðug og líka. Tað gekk sum kunnugt ikki og samráðingarnar, sum vórðu millum Danmark og Føroyar endaðu úrslitaleysar. Síðan tá hava fjølmiðlar í fleiri førum biðið um innlit í fundarfrágreiðingarnar, sum vórðu millum londini. Tað hevur ikki eydnast, tí samráðingarnar vórðu ikki fevndar av almennum innliti, tá tær ongantíð vórðu formelt hildnar uppat. Also Føroyar vórðu ikki lidnar at loysa og tí var málið ikki niðurlagt. Tað var støðan inntil nú. Eftir fyrispurning frá Beintu Løwe, tingkvinnu, valdi Bárður á Steig Nielsen løgmaður, at almannakunngerða fundarfrágreiðingar. Tær eru fýra í tali. Allir fýra fundirnir vórðu hildnir í 2000. Sum sagt, so kom loysingin ikki. Stígur kom í samráðingarnar beinavegin og tað gjørdist greitt, at danir vildu ikki lata Føroyar fara uttan víðari serliga var tað búskaparliga skiftistíðin, sum skilti partarnar Málið um North West Pelagic vísir, at tað ikki ber til at avmarka ræðisrættin hjá einum útlendskum minnilutaeigara, um hesin eisini er lánveitari. Tað sigur Eyðfinnur Jacobsen, sakførari hjá Fiskimálaráðnum, sum hevur mælt ráðnum til at sleppa kæruni um úrskurðin hjá Føroya Rætti um North West Pelagic. Landstýrsmaðurin hevur heldur ikki ætlanir um at gera broytingar í lógina hesum viðvíkjandi. Fyrsta og intil víðari einasta roynd at staðfesta útlendskan ræðisrætt á føroyskum felagið er endaliga slept. Tað staðfesti Jacob Vestergaard, landstýrismaður í fiskivinnumálum hósdagin í síðstu viku, tá hann boðaði frá, at Fiskimálaráðið hevur slept kæruni av úrskurðinum hjá Føroya Rætti í málinum ímóti reiðarínum North West Pelagic. Ein politisk avgerð, sigur Høgni Hoydal, sum var landsstýrismaður, tá Fiskimálaráðið valdi at kæra úrskurin hjá Føroya Rætti, sum gav reiðarínum North West Pelagic viðhald í kæruni um Fiskimálráðið, eftir at ráðið tók veiðiloyvið frá felagnum í 2016. Málið snýr seg um, at reiðaríðið North West Pelagic misti veiðiloyvið í januar í 2016, tí Vørn staðfesti at ræðið á felagnum í veruleikanum var á hondunum hjá útlendska minnilutaeigaranum Jaczon Trawler. Ein niðurstøða ið síðani varð staðfest í Fiskimálaráðnum. Í Januar 2016 sýtti Fiskimálaráðið sostatt at lata North West Pelagic sítt veiðiloyvi aftur eftir at tað hevði verið í varðveitslu hjá ráðnum eitt tíðarskeið. North West Pelagic kærdi Fiskimálráðið og vann í Føroya Rætti sannførandi rættin til veiðiloyvið aftur og fekk haraftrat rætt til endurgjald. Dómurin varð tó ikki endaligur, tí fiskimálráðið kærdi dómin til Landsrættin ein kæra, sum nú er slept. Hetta hóast at málið verður roknað at verða rættiliga principielt. Vit spola líka tíðina aftur til byrjanina tí hvat var tað, sum av fyrstan tíð gjørdi, at fyrst VØRN og síðani Fiskimálaráðið valdi at afturhalda veiðiloyvinum hjá reiðarínum North West Pelagic. Fyri at skilja málið mugu vit hyggja at, hvat North West Pelagic er fyri eitt felag. Nort West Pelagic var sett á stovn í 2009 fíggjað av tveimum lánum frá hollendska felagnum Jaczon Trawler uppá ávikavíst 57 og 43 milliónir. Felagið hevði frá byrjan eina negativa eginogn uppá 7,6 milliónir. Haraftat hevur Jazcon Trawler eitt pantibræv í felagnum uppá 100 milliónir krónir við 6 prosenturs rentu, sum kann krevjast aftur við 7 daga fyrivarni. Men hollendski risin Jaczon Trawler er ikki bara lánveitari, felagið eigur eisini 30 prosent av partabrøvunum í North West pelagic, sum rekur uppsjóvarskipið Atlantsfari. Meirlutaeigari var miðvingurin Dánjal Johansen, sum við feløgunum Desk og Jemi stóð fyri 70 prosentum av partabrøvunum. Í december í 2015 gjørdist føroyski meirlutaeigarin óklárur við hollendska minnilutaeigaran um umvælingar av skipinum. Tað gjørdist greitt, at hollendararnir høvdu gjørt umvælingar í Hollandi fyri nógv meira enn føroyingurin ætlaði og ímóti hansara vilja. Ósemjan millum partarnar endar við, at hollendski minnilutaeigarin skiftir meirlutaeigaran út við kollfirðingin Jógvan Martin Ferjá, sum keypir 70 prosent av partabrøvunum fyri tvær krónur fra Dánjali Johansen. Dánjal Johansen skal haraftrat fáa 5 milliónir krónur frá Jaczon Trawler, um veiðiloyvið verður verandi á skipinum. Jógvan Martin Ferjá má tó longu dagin eftir lata partabrøvini til foreldrini hjá sær, tí hann varð fluttur úr Panama dagin fyri at tey 70 prosentini av partabrøvunum í North West Pelagic vórðu flutt til hansara felag VITA, og hann livdi sostatt ikki upp til krøvini í lógini um vinnuligan firskiskap um føroyskt tilknýti. Hóast Atlantsfarið hevur avreitt fyri góðar 160 milliónir av makreli og sild, sum skipið hevur fingið tillutað ókeypis frá landinum í tíðarskeiðinum 2009 til 2015, veksur skuldin hjá felagnum støðugt og eginpeningurin minkar felagið hevur ongantíð nakað yvirskot hevur tískil ikki rindað eina krónu í skatti øll árini. Tá vátt kemur í reiðrið millum miðvingin og hollendska minnilutaiegaran í 2015 skyldar North West Pelagic Jaczon Trawler góðar 158,7 milliónir og hevur eina negativa eginogn uppá 72 milliónir krónur. Eftir hendingina við hollendsku skipasmiðjuni og útskiftingina av føroyska eigaranum metti Vørn, at ræðið í veruleikanum var á útlendskum hondum, og Fiskimálaráðið staðfesti avgerðina at taka veiðiloyvið frá North West Pelagic. Hetta kærdi felagið og fekk viðhald í Føroya Rætti í juli í 2019. Sakførarin hjá fiskimálaráðnum, Eyðfinnur Jacobsen, sigur í dag, at hann alla tiðina var ivasamur hvørt málið skuldi kærast til landsrættin. Av tí at málið var principielt, valdi fiskimálráðið kortini at kæra, sigur Eyðfinnur Jacobsen Nú er málið tó slept, og tað er tað tí sakførarin ikki metur, at tað ber til at vinna. Málið merkir sambært Eyðfinni Jacobsen at tað er so gott sum ógjørligt at avmarka ræðisrættin hjá einum útlendskum eigara, sum eisini er lánveritari. Allar avgerðir Jaczon Trawler hevur tikið hava verið fyri at verja síni áhugamál sum kreditorur er niðurstøðan. Tað kom óvart á fyrrverandi næstformannin í Betri samtakinum, Teit Poulsen, at Ben Arabo skuldi koyrast frá sum stjóri í samtakinum. Men Herleif Hammer Hann vísir á, at havnarútbygging hevur verið í Havn í meira enn 100 ár, og tí eigur eitt nú Tórshavnar havn at hjálpa til at fíggja arbeiðið. Nevndin fer at viðgera málið í dag. Boð eru send eftir Náttúru og umhvørvisfelagnum og Fuglafrøðifelagnum, Ringrás, Útoyggjafelagnum, Kommunufelagnum, Visit Faroe Islands, landsstýrismanninum í uttanríkis og mentamálum, sum kemur saman við Søvnum landsins, Ringrás og Hagafelagnum. Rættarnevndin bað um og fekk freist til 1. februar at koma við áliti um uppskotið um náttúrumargfeldislógina. Fyrsta viðgerð var í tinginum 11. november í fjør, og tí skuldi álitið verið komið fyri jól. Men Rættarnevndin bað løgtingsformannin um betri stundir at viðgera málið og tær fekk hon, men bara til 1. februar. Tvey onnur mál eru á skránni hjá Rættarnevndini, sum hevur fund klokkan níggju í morgun. Tey eru uppskotið til samtyktar hjá Javnaðarflokkinum um at stovna partafelag at gera undirsjóvartunnil til Suðuroynna, og uppskotið hjá landsstýrinum um at verja persónsupplýsingar, tað er uppskotið um dátuverndarlóg. Ein partur av úrslitinum av undanvalinum í Iowa er nú almannakunngjørdur, men talan er bara um 71 prosent av atkvøðunum, sambært BBC , sum eru taldar, og úrslitið kemur næstan eitt samdøgur seinni enn ætlanin var. Pete Buttigieg, sum er fyrrverandi borgarstjóri í Indiana, stendur til at fáa sløk 27 prosent av atkvøðunum, Bernie Sanders, góð 25 prosent, á triðja plássi er Elizabeth Warren við góðum 18 prosentum. Tað eru bara 71 prosent av atkvøðunum taldar, so úrslitið kann broytast, tá liðugt er at telja. At 38 ára gamli Pete Buttigieg fór at fáa so nógvar atkvøður, var ikki væntandi, sigur tíðindamaðurin hjá Danmarks Radio í USA, Steffen Kretz. Steffen Kretz sigur, at Buttigieg nú tykist at kunna vinna atkvøður í teimum økjunum sum Donald Trump, forseti vann seinast, og tað hevur týdning fyri Demokratiska flokkin. Tveir av trimum demokratiskum veljarum siga, at tað sum hevur størst týdning, er at finna eitt valevni sum kann vinna á Donaldi Trump, forseta, í november. Fyrrverandi varaforsetin, Joe Biden, gjørdist nummar fýra við góðum 15 prosentum, men mett var ikki, at hann fór at standa seg væl í Iowa. Hjá teimum kom úrslitið stutt eftir at valið var av. Og Donald Trump, forseti, sum stillar uppaftur, fekk 98 prosent av atkvøðunum, og øll tey 38 valfólkini. Arne Hansen sigur at ongin lukka er í materiellum góðsi, lukkan finst bara hjá Guði. Hann trúði ikki á nakað, men tá hann hitti Ásu hendi nakað. Hann kom í sálarkvøl og fann Guð. Árini 2016 til 2018 var lodna næst størsta útflutningsvøra Íslands. Bara toskur var størri. Ísland útflutti lodnu fyri 970 milliónir krónur í miðal um árið hesi trý árini. Toskur varð útfluttur fyri góðar fimm milliardir krónur. Í fjør var eingin lodna, men Ísland útflutti lodnu, sum var á goymslu, fyri 430.000 krónur. Í ár er heldur eingin lodna funnin enn, men leitað verður nú í februar. Íslendska fíggjarmálaráðið sigur, at verður lodna funnin, legst hálvt prosent afturat búskapinum, um líka nógv lodna verður útflutt sum í 2016, 2017 og 2018. Alifiskur er dupult so nógvur nú. Í fjør varð íslendskur alifiskur útfluttur fyri eina milliard og 350.000 krónur í okkara pengum. Kærunevndin í almannamálum, familjumálum og heilsumálum hevur avgjørt, at føroyingar, sum arbeiða í einum øðrum Norðurlandi, skulu ikki gjalda heilsutrygdargjald sambært sáttmálanum um sosiala trygd. Men lógin áleggur Heilsutrygd at krevja pengar frá øllum, sum eru fylt 18 ár, og sum lógin umfatar. Og hon umfatar øll, sum búgva í Føroyum. Fær Heilsutrygd ikki viðhald har, verður kannað, um neyðugt er at broyta lógina um heilsutrygd, so hon samsvarar við norðurlendska sáttmálan um sosiala trygd, segði Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, í svari til Brand Sandoy, løgtingsmann. Johan Dahl hevur spurt Kaj Leo Holm Johannesen, hví Heilsutrygd krevur pengar frá teimum, sum sigla í Noregi og gjalda til Folketrygd í Noregi. Ætlanin er, at økið kring skúlan skal kunna nýtast av øllum næmingunum og leggja upp til rokan og spæl, soleiðis at børnini heilt náttúrligt fáa hug til at røra seg í fríkorterunum, sum fara at vara í hálvan tíma. Eisini er lagt upp til, at økið skal nýtast meira til undirvísing, tí tað er ikki neyðugt at sita á einum stóli fyri at læra, sigur skúlastjórin Regin Marnersson, sum vísir á, at stórur partur av økinum kring skúlan er ætlaður at vera náttúra, umframt at skúrar verða settir upp, sum kunnu nýtast til undirvísing. Hóast eingin fráboðan er komin frá Taks enn, segði BankNordik fyrst, at útreiðslurnar, nú rentan verður negativ, kunnu dragast frá í skattinum. Men nú hevur bankin broytt orðingina á heimasíðuni, so nú stendur, at viðvíkjandi spurningum um skattligu viðurskiftini verður víst til Taks. Og tá fólk missa pengar, ella kapital, millum annað, tá partabrøvini hjá teimum geva hall, kunnu tey draga 35 prosent frá í skatti. Í fjórðu sending í røðini Frætt og Fregnað á ferð í Íslandi flúgva teir millum annað yvir jøklunum á Suðurlandinum við einum ógvuliga royndum flogskipara. Teir hitta eina unga føroyska kvinnu, sum um stutta tíð fer at festa ein bóndagarð á Norðurlandinum saman við manninum og verður mjólkarbóndi. Ferjan Hasfjord er 40,7 metrar long. Til samanberingar kann nevnast, at Teistin er 40 metrar langur, og Ternan er næstan 41 metrar long. Annað, ið hevur flutt hagtølini rætta vegin, er, at tað ikki verður roykt, har børn eru, og at børnini ikki eru ov heit, tá tey sova. Krigsfotografen er ein filmur, sum snýr seg um myndamannin Jan Grarup. Jan Grarup livir í undantaksstøðu úti í heimi er hann krígsfotografur, har hann er í lívsvanda nærum hvønn dag. Heima í Keypmannahavn er hann pápi at 4 børnum og knappliga stendur hann einsamallur við foreldraábyrgdini, tá ekskonan gerst álvarsliga sjúk av krabbameini. Í samband við at filmurin varð sýndur í Føroyum, skipaði Filmsfelagið fyri, at fáa leikstjóran og ein av myndamonnunum handan Krigsfotografen til Føroya. Orsøkin til at tað tók seks ár at gera filmin er, at tað hendi nógv óvæntað undir upptøkunum. Millum annað gjørdist ekskonan brádliga sjúk og doyði. Tá valdi eg at geva familjuni frið í eitt ár, so tey kundu syrgja. Tvey føroysk frystilínuskip fiska enn á Flemish Cap, tí fiskiskapurin, sum skuldi halda uppat klokkan tíggju í gjárkvøldið, kann halda fram til klokkan tíggju í kvøld. Pápar í Norðurlondum brúka bara 10 30 prosent av samlaða barslinum. Frágreiðingin State of Nordic Fathers kannar, hví so er, og vísir á møguleikar at økja lutin hjá pápum í ansing og barsli. Eisini verður pallborð, har embætisfólk úr Norðurlondum fara at umrøða frágreiðingina, og hvussu barsilsskipanirnar eru í sínum landi, og hvørja ávirkan hetta hevur á javnstøðu millum kynini. Kærunevndin í almannamálum, familjumálum og heilsumálum hevur avgjørt, at føroyingar, sum arbeiða í einum øðrum Norðurlandi, skulu ikki gjalda heilsutrygdargjald sambært sáttmálanum um sosiala trygd. Men lógin áleggur Heilsutrygd at krevja pengar frá øllum, sum eru fylt 18 ár, og sum lógin umfatar. Og hon umfatar øll, sum búgva í Føroyum. Pápi Mikkel Frey Damg rd, journalist, gjørdi sjálvmorð, tá Mikkel var átta ára gamal, og í nógv ár hevur Mikkel stúrt fyri, at hann kundi arva sjálvmorðið. Nú er Mikkel farin undir at skriva bók um pápan. Og meðan hann leitar, finnur hann eitt bræv í Ríkisskjalasavninum, sum broytti lív hansara. Í Danmark doyggja fleiri orsakað av sjálvmorði enn í ferðsluni. Í Mørsils skúlanum hava tey vent rákinum við fráveru hjá einstøkum næmingum við at styrkja sokallaðu relatiónskompetansuna hjá lærarum. Løgtingsins umboðsmaður og Landsgrannskoðanin mæla til, at lógin um persónsupplýsingar ikki verður galdandi fyri løgtingið og stovnar tess, í hesum førinum Løgtingsins umboðsmaður og Landsgrannskoðanin. Løgfrøðingar hjá løgtinginum hava kannað hetta, og formansskapurin hjá løgtinginum mælir til at lurta eftir Løgtingsins umboðsmanni og Landsgrannskoðanini. Tað er óheppið, at Løgtingsins umboðsmaður og Landsgrannskoðanin, sum eru eftirlitsstovnar hjá løgtinginum, skulu vera undir eftirliti hjá einum fyrisitingarmyndugleika, sum teir sjálvir hava eftirlit við. Rættarnevndin hjá løgtinginum, sum hevur uppskotið um dátuverndarlóg til viðgerðar, er biðin um at broyta uppskotið, áðrenn tað fer aftur í tingsalin. Tað er ógjørligt at staðfesta og avmarka ræðisrættin hjá útlendskum minnilutaeigarum í føroysku fiskivinnuni, samstundis sum teir lata reiðaríum lán. Signhild V. Johannesen, forkvinna í Grunninum Mentanarhúsið, sigur, at hetta er ein søguligur dagur, tí farið verður nú undir at byggja húsið, sum í framtíðini verður karmur um alskyns mentanarupplivingar. Stóra høllin, har leikir verða settir upp, kann hýsa 300 fólkum. Men tá borð verða sett upp til veitslur og onnur tiltøk, kann húsið taka meira enn 400 fólk. Saman við nýggja miðbýnum, og ætlanini um at byggja nýtt hotell, er onki at ivast í, at lagt er upp til eina spennandi framtíð, skrivar Klaksvíkar kommuna. Farmaferjan, sum Strandferðslan hevur keypt úr Noregi, kemur til landið í næstu viku, og hon fer serliga at taka sær av vaksandi farmaflutninginum um Skopunarfjørð. Strandferðslan hevur boðað til borgarafund í Skopun hósdagin 13. februar um broytingarnar í ferðasambandinum um Skopunarfjørð og út í Hest. Í ár eru 100 ár, síðani Svaldbard sáttmálin varð undirskrivaður, og nú boða russiskir myndugleikar frá, at teir vilja hava Noreg at svara nøkrum spurningum um, hvussu Noreg umsitur Svaldbard oyggjarnar. Lavrov vil serliga tosa um viðurskifti í sambandi við, at Noreg hevur sett avmarkingar í verk fyri russisku tyrluferðsluni í Svaldbard, og at fleiri øki eru ásett at vera náttúruverndarøki, tí tað forðar vinnuligum virksemi har. Eisini halda russar, at fiskiverndarøkið kring rundan um Svaldbard er ólógligt, stendur í fráboðanini frá russisku sendistovuni á Facebook. Russar viðgera javnan sjónarmiðini, og norskir myndugleikar vita um tað. Alt virksemi í Svaldbard skal vera innan fyri norskar lógir og kunngerðir, sigur Audun Halvorsen, vararáðharri í uttanríkisráðnum. Eftir ætlan skal Søreide á vitjan í Moskva seinni í ár, og tá fær Sergej Lavrov høvi at viðgera politisku spurningarnar um Svaldbard. Vísindafólk eru á eínum máli um, at fiskur kann líða, á sama hátt sum súgdýr og fuglur, sigur Ása Johannesen, PhD. í atferðarvistfrøði og lívfrøðingur á Fiskaaling. Tey fýra, Jákup Petur Joensen, Allan Jacobsen, Beinta Virgarsdóttir og Linda Kjærbo Veyhe, vunnu heiðurin sum ársins fyrstuhjálparar 2019. Tað var 27. desember í fjør, at ein 53 ára gamal maður fekk ein hjartatilburð í bili sínum í Vági. Tey fýra vóru øll nærindis, og komu beinan vegin manninum til hjálpar. Tey gjørdu skjótt av, fingu mannin úr bilinum, og fóru at veita fyrstuhjálp. Eisini boðaðu tey alarmsentralinum frá og útvegaðu hjartastartara, sum var nærindis Øll tey tilnevndu fingu eitt heiðursbræv frá Reyða Krossi og blómur frá Betri Trygging, og ársins fyrstihjálpari eisini fekk eina peningaupphædd. Hvat eru kropsfatanistar Og hvussu vísir erotikkur seg í føroyskum skaldskapi Nú vit eru í viku sex , viðgera vit í Nón millum annað kyn og kynslív í einum mentanarligum og samfelagsligum samanhangi. Seinnu árini er ein altjóða rørsla byrjað, har fólk, sum eru eitt sindur hyldligari ella tjúkkri enn miðal, gera vart við, at tað eisini skal vera pláss fyri teimum. Signhild Johannessen og Sunnva Mikkelsen, sum rópa seg kropsfatanistar, vitjaðu í útvarpsstovuni. Erotikkur og ást reka sum ein undirstreymur í føroyskum skaldskapi. Vit tosaðu við Jógvan Isaksen, bókmentafrøðing, sum tók okkum við á eina snarferð gjøgnum føroyskar bókmentir við teimum erotisku brillunum á nøsini. Málið hevur koyrt í fleiri ár eftirhondini og fleiri kærur um gjaldið er sendar inn, men enn er eingin endalig avgerð tikin um hvat er rætt og hvat er skeivt. Farna vikuskiftið skipaði Tórshavnar Big Band fyri stórari sangkapping. Vinnarin Magnus Johannessen vitjaði í Nón týsdagin, har hann millum annað greiddi frá, at vinnaralagið bleiv fiskað úr aftur einum harðdiski, har tað hevði ligið órørt í langa tíð. Hoyrið samrøðuna her Náttúrumargfeldislógin liggur nú aftur í tinginum og mikudagin vóu hoyringar í Rættarnevndini, har millum annað Hagafelagið, Fuglafrøðingafelag Føroya, Visit Faroe Islands, Ringrás og Føroya Náttúru og Umhvørvisfelag hava sagt sína hugsan. Undanfarna samgonga arbeiddi við náttúrumargfeldislógini, men lógaruppskotið fall burtur, tí tað var ikki liðugt viðgjørt í rættarnevndini, tá val varð skrivað út á sumri í 2019. Nú hevur andstøðan so lagt uppskotið fram aftur til samtyktar. At fáa til vega lóggávu, sum setur greiðar lógarkarmar fyri, hvussu sitið verður fyri tí føroysku náttúruni við øllum hennara margfeldi. At røkja tað lívfrøðiliga, landslagsliga og jarðfrøðiliga margfeldið og tær vistfrøðiligu tilgongdirnar í tí føroysku náttúruni við burðardyggum brúki og vernd, eisini so at náttúran kann vera støði undir virksemi, mentan, heilsu og trivnaði hjá Føroya fólki nú og í framtíðini. Christian Andreasen úr Fólkaflokkinum, formaður í Rættarnevndini, Sirið Stenberg fyrrverandi landstýriskvinna í umhvørvismálum og løgtingskvinna fyri Tjóðveldi og limur í rætarnevndini, Ingilín Strøm, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin og limur í rættarnevndini og Erhard Joensen, tingmaður fyri Sambandsflokkin og limur í rætarnevndini skifta orð um náttúrumargfeldislógina. Í málinum um at hann skuldi hava forðað Kongressini at kanna málið, mettu 47 senatslimir at hann var sekur, meðan 53 fríkendu forsetan. Tí var úrslitið av ríkisrættarmálinum sum roknað varð við. Donald Trump, forseti, hevur boðað frá, at hann klokkan 17 okkara tíð í dag fer at gera viðmerkingar til málið og avgerðina hjá Senatinum. Úrslitið av ríkisrættarmálinum kom ikki óvart á, tí flokkurin hjá Trump, Republikanararnir, hava 53 av teimum 100 limunum í Senatinum, og harvið meirilutan. Tí hevði eingin roknað við, at hann varð dømdur. Í málinum um maktmisnýtslu, atkvøddi tó fyrrverandi forsetavalevnið, Mitt Romney, saman við demokratunum, men hann atkvøddi saman við sínum egnu, tá talan var um at forða Kongressini í at kanna málið. Ríkisrættarmálið ímóti Trump, forseta, var tað triðja í amerikansku søguni. Bill Clinton var fyri ríkisrætti í 1999, og fyrsta ríkisrættarmálið var í 1868. Gamla metið var frá januar 2014, tá 17,5 gigawatttímar komu frá vatni og vindi. Nógva avfallið í januar í ár gjørdi, at 18 gigawatttímar fingust úr vatninum. Í januar komu 49 prosent frá vatni og 14 prosent frá vindi, ella 63 prosent frá varandi orkukeldum. Eiðisverkið setti eisini met í januar. Tað gjørdi 10,3 gigawatttímar. Sól kann eisini brúkast til at gera streym, sjálvt í januar. SEV sigur, at sólorkulundin í Sumba gjørdi 672 kilowatttímar í januar. Teir svara til gott og væl tað, sum eitt húski brúkti. Mesta vindferðin í Húsahaga, har sum SEV hevur vindmyllur, var 57,4 metur sekund í januar. Tá vindferðin fer upp um 34 metur s, steðga myllurnar. Nógvur vindur var í januar, so tí var vindorkan minni enn í januar í fjør. Á sumri í 2018 varð talt á 13 vøtnum, firðum og vatngoymslum. Úrslitið var 821 gæs. Um heystið varð talt aftur, tá taldu 21 fólk á 70 støðum í níggju oyggjum. Tey taldu 1.000 grágæs. Eisini í fjør varð talt tvær ferðir, í mars og í november. Havstovan sigur, at í mars taldu 15 fólk á 79 støðum í sjey oyggjum 789 grágæs. Grágásakanningin, sum Jóhannis Danielsen og Leivur Janus Hansen hava staðið fyri, kann síggjast á heimasíðuni hjá Havstovuni. Teir báðir eru Pete Buttigieg og Bernie Sanders. Tað var úrslitið, tá 97 prosent av atkvøðunum vóru taldar, skrivar NTB. Báðir høvdu fingið 26,1 prosent av atkvøðunum, vísir uppgerðin. Triðja valevnið, Elizabeth Warren, fekk 18,2 prosent av atkvøðunum, og fyrrverandi varaforsetin, Joe Biden, fekk 15,8 prosent. Týsdagin verður næsta undanvalið, og tað verður í New Hampshire, skrivar NTB. Javnaðarflokkurin hevur uppskot til samtyktar um at seta forboð fyri at brúka óneyðugt einnýtisplast. Uppskotið er um óneyðugt einnýtisplast, tí framvegis verður mett at vera neyðugt at brúka einnýtisplast á ávísum økjum, so sum handskar og annað, sum fyribyrgja smittu á sjúkrahúsum, sigur Javnaðarflokkurin. Tingið hevur eisini á skránni í dag uppskotið hjá Tjóðveldi um, at innlit skal latast í virksemið hjá øllum almennum partafeløgum. Og á skránni er uppskotið hjá landsstýrinum um at broyta lógina um almannapensjónir, so øll inntøka telur við, tá mótroknast skal í pensjónini. Hetta er ein sendirøð í trimum pørtum, sum snýr seg um føroyskar úrmælingar á altjóða gastronomiska pallinum. Fyrsti partur er um Jan Restorff, sum er leiðari á michelin matstovuni Søllerød Kro í Danmark. Jákup Petur Joensen, Allan Jacobsen, Beinta Virgarsdóttir og Linda Kjærbo Veyhe góvu manninum lívbjargandi fyrstuhjálp, til sjúkrabilur kom á staðið. Jákup Petur Joensen er limur í bjargingarfelagnum, og hann hevur tikið nógv fyrstuhjálparskeið. Tað var ein stórur fyrimunur í støðuni. Eydnan er at hava kynsligt samband hampuliga ofta og helst eina ferð um vikuna. Tað kundi verið ein tulking av kanningini, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Kringvarpið. Helvtin av føroyingum siga seg vera væl ella sera væl nøgd við sítt kynslív. Tað vísir kanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Nón. 22 prosent siga seg vera sera væl nøgd við sítt kynslív, og 28 prosent siga seg vera væl nøgd. Tað vil siga, at 50 prosent eru nøgd við sítt kynslív. Harafturat siga 24 prosent seg vera miðal væl nøgd við sítt kynslív. So um vit taka øll frá miðal til sera væl nøgd, koma vit heilt upp á 75 prosent. Hinvegin eru 10 prosent sera ónøgd, og 14 prosent eru ónøgd við sítt kynslív. Líkt er til, at menninir eru eitt sindur nøgdari, tá teir vera spurdir. 20 prosent av kvinnunum siga seg vera sera væl nøgdar, meðan 25 prosent av monnunum siga seg vera sera væl nøgdar. 13 prosent av kvinnunum eru sera ónøgdar, og 9 prosent av monnunum eru sera ónøgdir. Menninir halda, at kynslívið hevur størri týdning, enn kvinnurnar siga. Lítil munur eru á aldursbólkunum, men at síggja til, eru tey eldru frá 60 til 80 ár best nøgd við sítt sexlív, og síðan koma tey millum 18 29 ár, síðan 45 59 ára gomul og at enda tey millum 30 44 ár. Men munurin millum aldursbólkarnar er ikki stórur. Tó eru tað tey millum 30 44, sum eru minst nøgd, og tað kann hanga saman við familjulívi, arbeiðslívi og annað. Hvussu ofta hava føroyingar so kynsligt samband 38 prosent siga seg hava kynsligt samband eina ferð um vikuna ella oftari. 28 prosent siga seg hava kynsligt samband eina til tríggjar ferðir um mánaðin. 33 prosent siga seg hava kynsligt samband minni enn eina ferð um mánaðin. Tað eru tey millum 18 29 ár, sum hava oftast sex. Síðan fellur tað nakað millum 30 44 ár, men tað veksur aftur millum 45 59 ár fyri so aftur at minka millum 60 og 80 ár. Helvtin av øllum halda seg hava sex nógv ofta, og hin helvtin heldur tað ikki vera nóg ofta. 52 prosent av kvinnunum halda seg hava kynsligt samband nóg ofta, 47 prosent av monnunum Menninir siga seg hava oftari kynsligt samband enn kvinnurnar. Umleið 50 prosent siga seg altso hava kynsligt samband nóg ofta, og hini 50 prosentini halda seg ikki hava kynsligt samband nóg ofta. Og tað eru tey, sum hava ofta sex, ið eru best nøgd við sítt kynslív. Av teimum, sum siga seg hava ofta sex, eru 40 prosent sera væl nøgd, og onnur 40 prosent sum eru væl nøgd. Sostatt eru tað 80 prosent, sum eru antin væl nøgd ella sera væl nøgd av teimum, sum hava ofta sex. Hinvegin eru tey, sum hava sjáldan sex, ikki so nøgd. Av teimum, sum hava sjáldan sex, siga 26 prosent seg vera sera ónøgd og 28 prosent siga seg vera ónøgd. 28 prosent, sum hava sjáldan sex siga seg vera miðal nøgd. 51 prosent av øllum føroyingum siga seg hyggja eftir erotiskum tilfari á internetinum. Har eru tað serliga menn, sum hyggja. 66 prosent, ella tveir av trimum monnum, hyggja eftir erotiskum tilfari á netinum, kvinnurnar eru 33 prosent, tað vil siga at ein av trimum kvinnum hyggja eftir erotiskum tilfari á netinum. Spurd, um føroyska pornológgávan eigur at vera broytt, siga tey flestu seg ikki vita. 56 prosent vita ikki. 12 prosent halda, at hon skal vera linari. 22 prosent halda, at hon skal vera sum hon er. 9 prosent halda, at pornológgávan skal vera strangari. Óvissan í kanningini er í miðal fyri allar spurningar, sum settir vórðu, pluss minus eini 3 prosentstig. Tað var Spyr.fo, sum gjørdi kanningina hóskvøldið í síðstu viku, og 500 svaraðu spurningunum. Klakkur, sum eisini fiskaði fyri got, hevur 458,7 tons, Kambur og Stapin hava 280 tons hvør, Jógvan I hevur 277,8 tons, Eivind hevur 279,8 tons og Jákup B, sum enn ikki hevur boðað frá, hvussu nógv, hann fiskaði í gjár, hevur 277,8 tons. Her gør væl, siga vit, tá ið góður gróður er. Og vit kunnu gera fortreytirnar go góðar, sum til ber. Vit velta, saksa, taða, sáa ella seta niður og so mugu vit bíða tolni og vita, hvat kemur upp. Tað nyttar lítið at toga í spírarnar. Vit vóna, at eplini, grønmeti og grasið fara at grógva væl og geva góðan ávøkst. Men grógva tað kunnu vit ikki. Tað er uttan fyri tað, vit menniskju formáa annaðhvørt vit nevna tað náttúrunnar lóg ella undur, ella eitt úrslit av verki Skaparans. Hildur leggur fyri við Baraldi Bóndasyni, sum Dansifelagið á Látrinum kvøddi til kvæðaupptøku á Reinsarínum í 2016. Hetta er tann einasta upptøkan við hava við hesum kvæðnum. Hjalmar Kollslíð skipar. Síðani kvøða tey í Dansifelagnum á Látrinum Stærke Tidrik ein vísa sum er nógv kvødd á Eiði. Jákup Joensen skipar. Sumbingar kvøða rímuna um Frísarnar. Bjarni Vestergaard og John Lisberg skipa. Eysturoyar Dansifelag fer upp á gólv við Hjalmari og Huldu. Ruth Jacobsen skipar. Nólsoyingar kvøða Bukkutáttin. Sigmund Danielsen skipar. At enda kvøða tey á Látrinum Leiv Øssursson við eiðislagnum . Rasmus Joensen skipar. Menanargrunnurin hevur eisini latið trimum fólkum 75 túsund krónur í íverksetanarstuðuli. Tey trý, sum hava fingið játtað íverksetanarstuðul eru Fólk hava verið til setanarsamrøðu, men hon vil ikki siga hvussu nógv, tí tað er møguligt, at fleiri av umsøkjarunum fáa boð um at koma til setanarsamrøðu. Ingibjørg Berg sigur seg vænta, at Leiklistaráðið verður liðugt við arbeiðið, og at nýggi stjórin verður settur í hesum mánaðinum. Starvið er áramálssett til fimm ár og lønt sambært 37. lønarflokki í sáttmála millum Føroya Tænastumannafelag og Fíggjarmálaráðið, tó uttan at vera tænastumannastarv. Hólmgongan er farin til Løgstør, og her hava luttakararnir, Simon Krogsgaard og Helga Thodsen, 10.000 krónur og fimm tímar at keypa fyri í økinum. Helga hevur brúkt sosialu miðlarar at finna sínar forhandlarar, hin hevur valt klassiskt design. Mett verður um innkeypið, og dagsins vinnari verður valdur. Vertur Anne Katrine, Okholm Skúli. Jens er í holt við eina krevjandi hundasletuferð frá Finnmørkini til Trøndelag. Hann hevur lagt helvtina av ferðini afturum og upplivir stórbæra, villa, svenska náttúru, men so verður ein av hundunum sjúkur. Varðhaldsfongslingin er longd nú í vikuni. Maðurin er í varðhaldi í Danmark. Maðurin, sum er 36 ára gamal, er skuldsettur fyri drápsroynd og serliga grovan harðskap móti tænastumanni, sum var til arbeiðis. Maðurin varð varðhalsfongslaður í fýra vikur í grundlógaravhoyring í Føroya rætti tann 10. desember. Varðhaldsfongslingin varð longd í býarrættinum í Keypmannahavn 8. januar, tí skuldsetti maðurin var í Ríkissjúkrahúsinum. Tá varð hann varðhaldsfongslaður í surrogati, sum sagt verður. Tað er, at hann varð varðhaldsfongslaður aðrastaðni enn í fongsli, eitt nú í sjúkrahúsi. Men nú er hann mettur at vera egnaður at vera í fongsli. Trý skot raktu hann, tá politiið skeyt eftir honum, sambært Ekstra blaðnum varð hann raktur tvær ferðir í bringuna og eina ferð í vinstra lær. Politisturin, sum varð raktur, var í hjálmi. Hann fekk ikki nevniverdan skaða. Skuldsetti maðurin noktar seg sekan. Hann sigur seg einki minnast um hendingina í Miðvági 9. desember í fjør. Tær siga, at fólk gera sjálvi av, um tey kalla seg løgtingsmaður ella løgtingskvinna, tingmaður ella tingkvinna og landsstýrismaður ella landsstýriskvinna. Tó verða heitini løgmaður, løgtingsformaður og næstformaður standandi í lógini, men ein kvinna kann kalla seg løgkvinna, løgtingsforkvinna ella næstforkvinna. Ongin gleðist um flógvan rossalort sum Frank Erichsen ein kaldan vetrardag. Mykjan skal brúkast til vakstrarkassan, sum skal seta gongd í fyrsta sprettandi vøksturin í Kastanjugarði. Vantandi arbeiðsmegi avmarkar vøksturin í byggi og handilsvinnuni, men seinastu tølini benda á, at eftirspurningurin er komin í hæddina. Treystitalið er tað hægsta í hálvt sætta ár, serliga í tilfeingisvinnuni, men støðan er misjøvn í byggi , handils og tænastuvinnuni. Maðurin, sum er skuldsettur fyri drápsroynd í summar, er framvegis varðhaldsfongslaður, hesaferð til 29.februar, sigur Heri Andreasen, leiðari á Kriminaldeildini hjá politinum. Maðurin, sum er sjúklingur á psykiatrisku deild í Havn, er skuldsettur fyri tann 22.juni í fjør at hava lagt á eitt starvsfólk á deildini, meðan tey gingu á gøtuni vestan fyri Sandá, sum er áin millum Havnina og Argir. Í ár vitjaðu útlendsku ferðafólkini í miðal í 6,6 dagar, nakað tað sama sum í 2018. Og tað eru týskarar, fraklendingar, spaniólar og italiumenn, sum eru longst í Íslandi. Nøgdsemiskanningin millum ferðafólk, NPS, sum er stytting fyri Net Promoter Score, vísur, at Ísland fekk 80 av 100 møguligum í 2019. L F Grønlandsfelagið átti feløgini Faroegreen og Nordafar í Grønlandi. Faroegreen umboðaði eisini grønlendsk, donsk og norsk rækjuskip. Fiskasølan stovnaði felagið Faroe Seafood Trading, sum seldi fyri fleiri grønlendsk skip. Í 1979 tók Max Weihe við sum stjóri á Nordafar. Næsti samstarvsmaður hansara í Føroyingahavnini var støðleiðarin Jóhan Joensen úr Kvívík. Á bryggjuni helt Jóhan Danielsen í Nólsoy vakt tog bjargaði mongum manni. Rokárini hjá Nordafar vóru farin. Roynt varð at finna nýggjar leiðir, men grønlendingar vildu ikki seta í Nordafar. Í 1982 fór Max Weihe at starvast hjá kappingarneytanum KGH. Skotski fíggjarmálaráðharrin, Derek Mackay, leggur frá sær, eftir at hann er lagdur undir at hava sent hundraðtals boð til ein 16 ára gamlan drong á sosialum miðlum. Mackay játtar, at hann hevur borið seg skeivt at, og tekur avleiðingarnar av tí. Hann hevur biðið drongin og familju hansara um umbering, skrivar BBC. Tað gjørdist rættiliga skjótt greitt undir orðaskiftinum í tinginum í dag, at uppskotið hjá Tjóðveldi um at víðka løgtingslógina um innlit í fyrisitingina, so at hon eisini fevnir um almenn partafeløg, verður neyvan samtykt. Beinta Løwe, sum var framsøgukvinna hjá Tjóðveldi, segði, at uppskotið leggur uppfyri, at fyritøkur sleppa undan at veita innlit í viðurskifti, ið kunnu skaða kappingarførið. Nýggi hjálparvenjarin hjá A landsliðnum, Eli Hentze, er eyðmjúkur, at hann hevur fingið møguleikan at starvast saman við H kan Ericson, landsliðsvenjara. Ung sita saman við eldri og útgangsstøðið fyri virkseminum í Mjørkadali er varðhald og ikki avsoning. Hetta ávirkar umstøðurnar, sum kunnu bjóðast til tey, sum avsona fongulsrevsing. Løgmaður sigur tó, at gongd er sett á málið við danskar myndugleikar, men hann dugir ikki at siga nær nakað úrslit fer at fyrliggja. Stjórnarskiftið er fyri framman í Írlandi. Ella tað er ov skjótt at koma til tað niðurstøðuna longu nú, men tað er nógv, sum bendir á, at sitandi forsætisráðharrin Leo Varadkar, fer at hava torført við at halda fram í sessinum. Hvønn týdning og hvønn status hava seksualitetur og kynslív í dagsins samfelag Orðaskifti millum Marjuna í Kálvalíð, prest, Suna Poulsen, sálarfrøðing, og Turid Hermansdóttir, antropolog. Níggju filmar eru tilnevndir til besta film. Teir eru Ford vs Ferrari , The Irishman , Jojo Rabbit , Joker , Little Women , Marriage Story , 1917 , Once Upon a Time in Hollywood og Parasite . Starvsfólk á Landssjúkrahúsinum hava sent eitt skriv til leiðsluna, har tey vísa á, at viðgerðin av bróstkrabbasjúklingum er versnað nógv seinasta árið. Tað sigur Tummas í Garði, læknastjóri á Landssjúkrahúsinum, sum var gestur í Degi og Viku í kvøld um viðgerðina av bróstkrabbasjúklingum. lavur Højgaard mælir til eina liðiliga føroyska loysn á avbjóðingini at nøkta tørvin á talivenjing til seinheilaskødd, í staðin fyri enn eina stóra, forkromaða loysn við einum beinleiðis depli, sum er dýrur at reka. Og tað er ov vánaligt, heldur Eiler Einarsson úr Rituvík, sum síðstu fýra árini hevur stríðst fyri at fáa neyðugu endurvenjingina til konuna, Karlu. Rakstarúrslitið har fór úr 334 milliónum krónum í 2015 upp í eina milliard og 400 milliónir krónur í 2016. Tað fór niður aftur í eina milliard og 200 milliónir í 2017. Hjá alivinnuni til dømis vaks úrslitið úr 400 milliónum í 2010 upp í eina milliard krónur í 2017. Eisini hjá framleiðsluvinnuni og tænastavinnuni eru úrslitini vorðin betri. Hjá framleiðsluvinnuni var úrslitið í 2017 góðar 600 milliónir krónur. Tað var 225 milliónir í 2010. Hjá tænastuvinnuni var rakstrarúrslitið 860 milliónir krónur í 2017. Tað var 194 milliónir í 2010. Lógaruppskotið strikar kravið um, at pápin um hann ikki er giftur við mammuni skal møta persónliga á Familjufyrisitingini í Havn fyri at vátta faðirskapin at barninum. Ístaðin verður ásett, at pápin við talgildari undirskrift kann vátta faðirskapin heimanífrá, tá tænastuportalurin og talgildi samleikin eru klárir at taka í nýtslu seinni í ár. Áðrenn málsøkið persónsrættur, familjurættur og arvarættur varð yvirtikið, viðgjørdi politiið faðirskapsmál. Tað kundi eisini gerast aðrastaðni enn í Havn. Kravið um at møta persónliga á Familjufyrisitingini er óheppið fyri fólk, sum ikki búgva í miðstaðarøkinum, stendur í lógaruppskotinum. Qasim al Raymi varð dripin undir einum antiyvirgangs átaki í Jemen. Tað upplýsir amerikanski forsetin, Donald Trump, í einum tíðindaskrivi, sum varð sent út í nátt. Tað er ikki greitt, nær Qasim al Raymi bleiv dripin. Tað verður onki sagt um tað í tíðindaskrivinum, men fleiri miðlar vilja vera við, at al Qaeda leiðarin varð dripin í einum dronuálopi í Jemen 31. januar. Amerikanska uttanríkisráðið hevði lovað eina finningarløn uppá tíggju milliónir dollarar, sum er umleið 68 milliónir krónir, fyri upplýsingar, sum kundu føra til, at Qasim al Raymi bleiv funnin, skrivar tíðindastovan DPA. Fyrrverandi fíggjarleiðarin á Landsverki fær løn alt árið í ár, og fyrrverandi framleiðsluleiðarin á Landsverki fær løn til 1.juli í ár. Landsverk vil ikki at upplýsa, hvussu fyrrverandi deildarleiðararnir vóru løntir og harvið heldur ikki, hvussu nógv fráfaringaravtalurnar kosta almenna stovninum. Bæði Hans Albert Hansen, fíggjarleiðari, og Heðin Poulsen, framleiðsluleiðari, vórðu fríttstillaðir í sínum arbeiði, tá teir skrivaðu undir fráfaringaravtalu við Sigurd L. Lamhauge, stjóra á Landsverki, fyrst í november í fjør. Kunningarstjórin á flogvøllinum í Kastrup, Kenni Leth, segði fyri løtu síðani við Danmarks Radio, at ein kinesisk kvinna hevði krímlíknandi eyðkenni, eftir at hon var komin úr einum flogfari úr Kina, sum hevði millumlent í Helsinki. Partar av farstøðini vóru stongdir stutt fyri klokkan átta føroyska tíð. Stongdu økini eru síðani vaskað og reinsað, og TV2 skrivaði fyri løtu síðani, at terminal trý nú er opin sum vanligt aftur. Sjónarváttar, sum TV2 hevur tosað við, siga, at nógv trygdarfólk komu á staðið, og tey vóru ílatin trygdardraktir, og avbyrgdu komuhøllina. Hoyr sendingina her Luttakarar, Vígdis Fjallstein, Femja Poulsen, Angela Djurhuus, Heri Joensen, Sámal Petersen, Jóna Sigmundardóttir og Tóra Vestergaard. Nú kunnu føroyingar søkja um upptøku í ein norðuratlantiskan studentaflokk. Miðnám á Kambsdali hevur saman við trimum øðrum norðurlendskum skúlum fingið loyvi til eina royndarverkætlan, ið skal styrkja norðuratlantiska samstarvið og leggja dent á evni, ið hava serstakan áhuga í økinum. Norðuratlantiski flokkurin er úrslit av einum slóðbrótandi samstarvi millum Gribskov Gymnasium í Danmark, GUX Sisimiut i Grønland, sum upprunaliga tók stig til verkætlanina, og Verzlunarskóla Íslands. Næmingarnir ganga fyrsta árið í skúla í Danmark, annað árið í Føroyum og Íslandi og triðja árið í Grønlandi. Fyrstu næmingarnir byrja á sumri 2019, og royndarverkætlanin er galdandi í 5 ár, so ætlandi verða næmingar upptiknir í skúlaárunum 2019 20, 2020 21 og 2021 22. Norðuratlantiska samstarvið hevur fingið alsamt størri týdning, og ein náttúrlig avleiðing av hesum er, at skúlar í norðurlendskum høpi eisini menna nýggjar møguleikar. Norðuratlantiski flokkurin fer at styrkja hetta samstarv við at skapa serstøk bond millum ung og millum útbúgvingar í norðuratlandiska økinum og samstundis leggja dent á faklig evni, ið hava ein serstaka áhuga í norðuratlantiskum høpi. Flokkurin er rættaður móti ungum við serstøkum áhuga fyri vitan, djúphugsni og førleikum innan norðurlendsk samfeløg, og sum brenna fyri at virka í einum serstøkum norðuratlantiskum umhvørvi. Verkætlanin er slóðbrótandi og brýtur við hugsanina, at ein miðnámsútbúgving skal nemast í einum landi saman við næmingum frá sama landi. Skipanin av skúladegnum fer at krevja nýhugsan og smidleika bæði fakliga, námsfrøðiliga og í praktisku fyriskipanini av einum skúlaskeiði. Ymisku styrkirnar hjá skúlunum og landafrøðiliga staðsetingin skulu vera við til at skapa eina serstaka miðnámsútbúgving á náttúruvísindaliga økinum. Námsfrøðiliga fer at verða arbeitt nýtslurættað, har fyritøkur, stovnar og umhvørvi kring skúlarnar verða tikin við í frálæruna. Danskt verður undirvísingarmálið í flokkinum. Ein partur verður tó møguliga á enskum. Føroysku næmingarnir fara eisini at hava føroyskt á a stigi. Sigast má, at tveir heimar hittast í kvøld, tá Týr og Føroya Symfoniorkestur fara á pall saman. Annað klassiskt og hitt harður rokkur, men forsangarin og orkesturleiðarin, Sámal Petersen, siga báðir, at upplivingin er heilt sertøk. Eisini kórleiðarin, Tóra Vestergaard, og ein av royndu sangarunum, Jóna Sigmundardóttir, siga konsertina vera eitt hæddarpunkt á sangleiðini. At syngja við mikrofonum, og als ikki hoyra seg sjálvan er nakað heilt annað. Tá ræður um at hava sjálvsálitið í ordan, sigur Tóra. Tað vísir seg, at tað er ein greiður samanhangur millum at hava eitt gott sexlív og eina góða sálarheilsu. Hevur tú hinvegin eitt vánaligt kynslív, kann tað ávirka tína sálarheilsu skeivan vegin. Kanningin, sum Nón hevur latið gjørt, vísir, at føroyingar sum heild eru nøgdir við sítt kynslív. Bæði kvinnur og menn. Men menninir sýnast eitt sindur nøgdari. Tað siga Signhild Johannessen og Sunnva Mikkelsen, sum hava tikið stig til rørsluna kropsfatanistar, ið byrjaði á Instagram, og síðani hevur havt við sær, at tær millum annað fara út á skúlar at siga frá. Myndin er av Meghan Trainors, sangarinnu, sum eisini arbeiðir við at kunna fólk um kropsfatan mynd Vivo Tey eldru eru væl nøgd við sítt kynslív. Í lítlu kanningini, sum Nón hevur gjørt av kynslívinum hjá føroyingum, er enntá líkt til, at tey millum 60 og 80 ár eru best nøgd við sítt kynslív. Hetta er tað sama, sum vit sóu í einari stórari kanning, vit gjørdu fyri nøkrum árum síðan, sigur Pál Weihe, yvirlækni og táverandi leiðari í Fólkaheilsuráðnum. Hinvegin kom fram í kanningini, sum Fólkaheilsuráðið gjørdi í 2014, at bara helvtin av teimum gomlu fekk orgasmu. Helst er tað soleiðis, at nøgdsemi ikki endiliga hongur saman við fulnaði, tá tú ert eldri, heldur Pál Weihe. Myndin kann vekja kenslur, dokumentera og lokka í journalistikkinum. Onkuntíð kann myndin standa einsamøll og onkuntíð samstarvar myndin í tekstin. Samrøður við Gudny Benjaminsdóttur, Oddfríð Marner Rasmussen, Herluf Sørensen, Preben Hansen, Magna Christiansen og Símun Absalonsen. Eysturoyartunnilin verður kanska ikki tikin í nýtslu fyrr enn fyrst í 2021. Tað sigur Teitur Samuelsen, stjóri í P f Eystur og Sandoyartunlum. Eftir ætlan skuldi tunnilin takast í nýtslu 1. desember. Í løtuni verður arbeitt við at vatntryggja tunnilin.Tað merkir, at vatn, sum seyrar niður gjøgnum grótið, verður leitt burtur. Tískil kann tað fara um árskiftið, áðrenn Eysturoyartunnilin verður tikin í nýtslu, men tað ber ikki til at siga nakað neyvari í løtuni, sigur stjórin í Eystur og Sandoyartunlunum. Kvæði, tættir, vísur, skaldsøgur og yrkingar. Longu frá skaldskapi av mannamunni og heilt fram í nútíðina. Áður vóru erotisku lýsingarnar meira sniðfyndugar, men seinni komu eisini rithøvundar, sum hava skrivað bart út. Um tað er ov torført, so set tað í eina fasta skipan, sigur Margret Mortensen, kenslufokuseraður parterapeutur, sum eisini heldur, at føroyskar kvinnur í nógvum førum eru alt ov hjálpsamar, tá tað til dømis snýr seg um at hjálpa við onkrum fjarum føðingardegi. Tað er í lagi at siga nei, tá onkur biður teg baka, serliga um tann tíðin so verður brúkt til nærveru og kærleika saman við makanum, sigur hon. Nú er tíð at skriva ta stóru skrivligu uppgávuna í 3. g. Og hóast trýst er á hjá øllum, er ymiskt, hvussu tey klára seg ígjøgnum. Stina vil hava 10 kosta hvat tað kosta vil hon lærdi á high school í Texas, at tað loysir seg ikki at vera sárbærur. Formaðurin Signe er við í mestsum øllum sosialum nevndum í skúlanum, og felagsskapurin í skúlanum kemur fram um alt annað hóast tað kann vera torført hjá foreldrum at skilja viðhvørt. Okkara mentan er sexualiserað sum ongantíð áður. Erotikkur er at finna allstaðni. Men nógv bendir á, at vit eru ikki vorðin so nógv fríari kortini. Hvat feilar, tá tú hevur trýst í høvdinum, og hvat man feila, um tú hevur óvanliga nógva orku eftir føðing Hvør fær flestar rættar sjúkuavgerðir læknar við royndum ella vanlig fólk við teldu Europa ferðin hjá BAEST murrar síðsta vers, men størstu konsertina eiga teir til góðar í London. Teir hava verið burturi í tvær vikur, og teir eru farnir at ivast Er tað vert at satsa alt fyri tónleikin, ella hevur familjan heima størri týdning Á einari av teimum niðastu hillunum var ein bók, ið var so reyð, at hon lýsti. Handbók fyri superhetjur stóð á rygginum á bókini. Lisa visti, at rættiligar superhetjur ikki vóru til. Samstundis tóktiskt tað eins og tosaði bókin við hana og bað hana taka seg upp og byrja at blaða í sær. Lisa trívist ikki í nýggja skúlanum. Nakrir dreingir happa hana, og hvønn dag flýggjar hon undan teimum og krógvar seg á bókasavninum. Ein dagin kemur hon fram á eina bók, ið er um, hvussu tú kanst gerast superhetja við teimum 101 kynstrunum, sum eru lýst í bókini. Kann hetta veruliga lata seg gera Elias V hlund skrivaði og Eyð Berghamar Steinbjørnsdóttir týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2019.Elin á Rógvi lesur og Høgni Fagraberg ger ljóðmyndina. Varastjórin hjá fyritøkuni í Kalundborg, Michael Hallgren, sigur, at útbyggingin er ætlað til at menna virksemið í Kalundborg og í Danmark sum heild. Umleið helvtin av øllum insulini, sum fyritøkan selur, verður gjørd í Kalundborg, og síðani aldarskiftið hevur Novo Nordisk nýtt 16 milliardir krónur til at menna virksemið av insulini. Tjóðveldi hevur skotið upp at heita á landsstýrið um at leggja lógarupskot fyri tingið, sum tryggjar, at føroyskt verður rættarmál burturav. Fólk, sum koma í rættarskipanina, eru kanska í veikastu støðu nakrantíð, og at skula tosa eitt annað mál, kann gera støðuna enn verri. Tjóðveldi heldur, at tað átti at verið soleiðis, at starvsfólk í rættinum hevði møguleika at brúka tulk eftir tørvi at tulka føroyskt til danskt. At alt skrivligt samskifti verður á føroyskum, kann stuðla undir, at vit eru farin at bjóða løgfrøðilestur á Fróðskaparsetrinum, sigur Tjóðveldi í viðmerkingum til uppskotið. Orsøkin til boðini er, at ST hevur biðið londini um at endurskoða veðurlagspolitikkin, og at boða ST frá tí í seinasta lagi í ovurmorgin, tað er sunnudagin. Í boðunum frá norsku stjórnini stendur, at Noreg fer hetta til 2030 at minka útlátið 40 prosent samanborið við útlátið í 1990, og tað verður gjørt í samstarvi við ES. Kvinnan var ferðafólk við einum flogfari úr Kina, sum setti seg í floghavnini í Kastrup tíðliga í morgun. Hon boðaði frá, at hon hevði sjúkueyðkenni, sum mintu um beinkrím. Partar av farstøðini í floghavnini í Kastrup vórðu avbyrgdir, meðan vaskað varð upp og niður. Ein annað fólk er eisini innlagt á sjúkrahúsið í Hvidovre, tí illgruni er um coronavirus. KInesiska kvinnan, sum ikki er smittað, og fólkið, sum framvegis verður kannað, hava einki við hvør annan at gera, og hava heldur ikki verið í sama flogfari, skrivar DR. Men hon tekur seg aftur úr einum leiðandi starvi í einari nevnd, sum hon hevur fingið í ST. Henda nevndin skal arbeiða ímóti skattasviki Hon sigur seg stúra fyri, at tíðindini um, at hon hevur havt samskifti við feløg í skattaskjóli, fara at fylla meira enn arbeiðið í nevndini, sigur hon í einum telduposti til Ttðindastovuna Ritzau. Eg havi valt at taka meg aftur. Arbeiðið í serligu nevndini hjá ST hevur stóran týdning, og eg vil ikki, at arbeiðið verður darvað av nøkrum, sigur hon í boðunum til tíðindastovuna. Tað var Ekstra Blaðið, sum skrivaði, at Helle Thorning Schmidt, eigur part í einum felagi á oynni Jersey, sum er kend sum skattaskjól. Bæði feløgini rinda skatt, har tey hoyra heima. Safelane Global Holdings rindar skatt í Bretlandi, og Carsøe rindar skatt í Danmark. Nevndarlimirnir rinda eisini skatt, har tey búgva, sigur hon í boðunum til Ritzau. Herfyri fekk Helle Thorning Schmidt eitt týðandi starv í ST, har hon skuldi vera partur av eisini serligari nevnd, sum skuldi virka fyri at steðga sviki í skatti og steðga skattaskjólum. Hon vísir tíðindunum í Ekstra Blaðnum aftur, men velur samstundis at fara burtur úr nevndararbeiðinum í ST. Klaksvíkar býráð samtykti í gjár, at byggjast skal eitt spæliland, sum verður staðsett millum Tekniska skúla og Svimjihøllina, har eisini nýggja rennibreytin verður. Jákup Zachariassen hevur verið tónleikari í ein mansaldur, og í øll hesi árini hevur hann støðugt ognað sær bæði nýggjar og gamlar gittarar. Tann seinasti í samlingini er ein nýggjur Martin D 18. Nú er talið av gittarum, bassum og mandolinum sostatt komið upp á eini 40 í tali. Vikuskiftissendingin var á gátt hjá Jákupi, har prátið snúi seg um nakrar av hesum gittarum. Hóast Jákup eigur nógvar gittarar, er hansara høvuðsljóðføri steele gittarin, sum hann hevur spælt uppá tey seinastu 20 árini. Hesin er markant øðrvísi enn ein vanligur gittari hann hevur 10 streingir og nógvar pedalir og knæ bendarar. Hoyr Jákup greiða frá um síni mongu ljóðføri og hvat, hann brúkar tey til. Innslagið á heimasíðuni er longda útgávan í mun til útvarpsinnslagið Felagið Fokus hevur 11 ár á baki, og síðani 2013 hevur felagið havt sína árligu framsýning í Smiðjuni í Lítluvík. 10 fotografar fara at sýna 40 myndir fram. Oddfríður Marni Rasmussen, sum er formaður í felagnum, greiðir frá um framsýningina. Eisini fortelur hann um sína mynd av operasangaranum Rúna Brattaberg, sum vann fyrstu virðisløn í kapping, ið tíðarritið Art North í Norður Skotlandi skipaði fyri í desember. Vikuskiftissendingin var á gátt í smiðjuni Ein føroyingur var við sama flogfari, sum kinesiska kvinnan, sum fyrrapartin bleiv avbyrgd og kannað fyri coronavirus í Keypmannahavn. Johannes Jensen veit ikki, hvussu nógv verkætlanin fer at kosta, men hann ætlar, at KOKS skal flyta í nýggju hølini við Fossdalsgjógv á sumri í 2022. Hon hevur nokk at takast við. Ester lesur námsfrøði, starvast í barnagarði, syngur og hevur ein son. Hon hevur tætt samband við systkin og vinir, sum hon metir er sera umráðandi. Kitty May Ellefsen og Petur Asbjørn Lervig vitja í leygardagssendingini, og við sær hava tey tvær søgur í part, har onnur er sonn, meðan tey pella í hinari. Men hvør er sanna søgan, og nær pella tey Tað er spurningurin. Hesi børn blíva næmingar í føroyskum fólkaskúlum, men skúlin hevur í løtuni langt frá nóg góðar umstøður til at lofta teimum, sigur Martin Karl Olsen, fyrsti varðaskúlastjóri í Skúlanum á Fløtum í Havn. Í dag við sangum úr Texas, summi teirra við meksikanskum íblástri. Og so kava vit eisini niður í sangskattirnar hjá sangskrivaranum Tom T. Hall. Talið á fólkum, sum eru blivin smittað av coronavirusi hevur verið minkandi tveir dagar á rað. Tað boðar heimsheilsustovnurin, WHO, frá í dag. Hetta eru góð tíðindi, men ein skal ansa eftir at leggja alt ov nógv í tað, tí smittutilburðirnir kunnu økjast aftur, sigur aðalstjórin hjá WHO, Tedros Adhanom Ghebreyesus, við BBC. Kring allan heimin vóru tilsamans 3.900 fólk, ið blivu smittað mikudagin, men talið fall fyrst til 3.700 fyrradagin, og í gjár ljóðaði talið upp á 3.200 fólk, ið blivu coronasmittað tann dagin. Bretski professarin í medisini, Paul Hunter, fegnast eisini um gongdina, men hann sigur við The Guardian, at tað ber enn ikki til at staðfesta, um bilbugt er fingin á smittuni. Tað vita vit ikki fyrr enn um eina viku, sigur Paul Hunter. Hann sigur tó, at virusið spjaðir seg meira um veturin samanborið við um summarið. So sjálvt um smittutilburðirnir aftur blíva fleiri í tali, er tað sannlíkt, at á norðari hálvkúlini fara smittutilburðirnir at blíva færri, tá summarið kemur, leggur Paul Hunter afturat í samrøðu við the Guardian. Heimsheilsustovnurin WHO segði í gjár, at maskur og trygdarútgerð eru blivin globalar mangulvørur. Eftirspurningurin er hundrað ferðir størri enn vanligt, og prísurin er tjúgufaldaður, sigur aðalstjórin í WHO. Uttanfyri Kina er higartil staðfest, at ein persónur er deyður orsaka av coronavirusinum. 270 smittutilburðir eru staðfestir í 24 londum, tá Kina ikki er talt við. Ester Kristiansen er boðin til Kaffiduss. Aftaná luttakað Ester, Napolion Magnussen og Hallur Djurhuus í Kjakaríinum, og at enda pella Kitty May Ellefsen og Petur Asbjørn Lervig fyri okkum. Á Quiztinum hesuferð verða tað skipasmiðjustjórarnir Mouritz Mohr og Frimodt Ramussen, frá ávíkavist MEST og KSS, sum fara at kappast móti Annfinnur Garðalíð, ið er formaður í Skipara og Navigatørfelagnum, og Ólavi Gunnarsson, ið er formaður í Maskinmeistarafelagnum. Í fyrstu hálvfinaluni vann Mjølnir 3 0 á KÍF. Klaksvíkskvinnur vóru omaná so at siga allan dystin, men stórur spenningur kom í endanum á øðrum setti, tá KÍF var um at koppa Mjølnir. Í hinari hálvfinaluni brustu vágaliðini SÍ og Dráttur saman. SÍ kom betri frá byrjan, og hóast liðini skiftust um at spæla betri gjøgnum tað mesta av dystinum, so megnaði Dráttur ikki veruliga at koma fyri seg, fyrr enn seint í triðja setti. Í fjórða setti megnaði Dráttur at endurskapa ein part av spenninginum frá triðja setti, men tað var ov seint, og endin var sostatt, at SÍ vann dystin og harvið finaluplássið. Komandi løtuna verða finaluliðini hjá monnum funnin. Í fyrru hálvfinalu spæla Fleyr og SÍ, og aftaná bresta Mjølnir og ÍF saman um hitt finaluplássið. Í sjeytiárunum spældi Twisted Sister nógv live í New York City, har undirtøkan var rættiliga góð, men torført var at fáa ein plátusáttmála í lag. Bólkurin var rættiliga provokerandi, tí aftraðu plátufeløgini seg við at binda seg til Twisted Sister, men til endans tóku Atlantic Records kjansin. Báðar tær fyrstu útgávurnar vaktu áhugan hjá rokk lurtarum og tí vórðu tær keyptar heilt fitt, men við Stay Hungry bleiv Twisted Sister eitt heimsnavn, ið vann undirtøku hjá fleiri ættarliðum. Hálvfinalurnar í flogbólti vórðu leiktar í gjár í Klaksvík, og úrslitið varð, at tað verða Mjølnir og SÍ sum verða at síggja í bæði kvinnu og mansfinalunum. Hjá kvinnunum vann Mjølnir sær fyrsta finaluplássið við at vinna 3 0 á KÍF við settúrslitunum 25 21, 26 24 og 25 21. Hitt finaluplássið vann SÍ, tá tær bastu Drátti við úrsltinum 26 24, 25 19, 23 25 og 25 20. Hjá monnunum vann SÍ sær fyrsta finaluplássið við at vinna 3 2 móti Fleyr við úrslitunum 25 23, 19 25, 23 25, 25 23 og 15 11. Hitt finaluplássið fór til Mjølnir, sum vann 3 1 móti ÍF við settúrslitunum 23 25, 25 18, 25 22 og 25 22. Myndugleikarnir í Grikkalandi stríðist fyri at halda skil á støðuna á oynni Lesbos, har talið av flóttafólki og reikandi, enn er vaksandi. Hjálparfelagsskapir, sum arbeiða á oynni, hava fleiri ferðir sagt, at fólk skal flytast burtur av oynni. Fleiri av teimum siga eisini, at griska stjórnin ger ikki nóg mikið til at hjálpa fólkinum á oynni at taka sær av støðuni. Metingar søgdu fríggjadagin, at umleið 20.000 flóttafólk vórðu á oynni og búðu tey í eini legu, sum upprunaliga var gjørd til í mesta lagið 3000 fólk. Tá flóttafólkini koma til Lesbos og søkja um friðskjól í Evropa, skulu tey verða verandi sambært ES reglum. Tey skulu verða verandi á oynni meðan umsóknin er í viðgerð, men tað tekur ógvuliga langa tíð. Í sendingini hoyra vit tónleik fyri blásarasamansetingar. Tónleikur eftir Pierre Max Dubois, Thomas Kent Hurd og Jean Baptiste Singel e. Dagsins yrking Ein vøkstur bíðaði eftir ljósi Steinbjørn B. Jacobsen yrkti. Vár Berghamar Jacobsen lesur. Tægr 1980 á egnum forlag. Dagsins yrking Tað finst eingin ilt Lív Maria Róadóttir Jæger yrkti. Hon lesur sjálv Eg skrivi á vátt pappír. Forlagið Eksil gav út í 2020. Dagsins yrking Hjólið melur Sissal Kampmann yrkti. Súsanna Tórgarð lesur. Sunnudagsland Mentannargrunnur studentafelagsins gav út í 2015 Coronavirusið hevur higartil kostað 811 fólkum lívið, og tað er meira enn Sars gjørdi, tá tann sjúkan herjaði í 2002 til 2003. Í Kina eru í dag 37.198 fólk skrásett at vera smittaði við Corona virusinum. Nógva staðni eru sera strong trygdartiltøk sett í verk fyri at verja fyri smittuni. Serliga í londunum kring Kina, har sjúkan hevur sín uppruna. Síðan mikudagin hava ferðafólkini á ferðamannaskipinum Dream World verið avbyrgd umborð á skipinum, meðan tað hevur ligið við bryggju í Hong Kong. Orsøkin var, at illgruni var um, at Coronavirusið hevði spjatt seg millum ferðafólkini. Nøkur ferðafólk vóru farin í land í Vietnam, og trý av hesum vístu seg at vera smittaði við Coronavirusinum. Vandi var serliga fyri, at manningin var smittað, og tískil var hon kannað. Manningin taldi 1.800 fólk, so tað tók sína tíð at gera neyðugu kanningarnar, skrivar fleiri altjóða miðlar Hong Kong hevur annars sett strong trygdarkrøv í verk, um fólk úr Kina koma til landið. Øll verða avbyrgd í fjúrtan dagar, áðrenn tey sleppa víðari. Higartil eru 468 fólk avbyrgd. Einasti serlækni í Føroyum í neurologi, Poul Joensen, er givin at virka sum privatpraktiserandi lækni. Orsøkin er millum annað ein kunngerð frá 2018, sum hann einki kendi til, og sum hevur við sær, at bert privatpraktiserandi læknar í plastikkirurgi kunnu fáa endurgjald úr Heilsutrygd. Fleiri rokningar, sum Poul Joensen hevur sent Heilutrygd, hevur hann fingið aftur í høvdið. Hann visti ikki av kunngerðini, sum Sirið Stenberg, táverandi landsstýriskvinna, lýsti at fáa gildi í august mánaði 2018. Eftir øllum at døma er henda kunngerðin heldur ikki kend millum allar kommunulæknar í Føroyum, sum tískil framvegis vísa til Poul Joensen, ið annars er givin at virka. Áðrenn kunngerðin fekk gildi, kundu til dømis parkinsonsjúklingar koma í viðtalu hjá Poul Joensen, og partur av rokningini varð send til Heilsutrygd, sum rindaði sín part. Hetta hjálpti munandi um hjá sjúklingunum, sum sluppu undan tí ofta longu bíðitíðini til serlæknar, sum bert eru her nakrar fáar ferðir um árið. Poul Joensen kundi kanna sjúklingarnar, viðgera og vísa til nærri kanningar og skanningar á Landssjúkrahúsinum. Tað ber ikki til longur. Poul Joensen hevur sent Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni í heilsumálum, eitt skriv, har hann vísir á støðuna. Men svarið frá Heilsuverkinum er bara, at tey harmast um støðuna, og annars so takka tey fyri árini, sum Poul Joensen hevur virkað sum lækni. Víst verður til kunngerðina, har tað millum annað stendur, at Heilsutrygd bert kann veita endurgjald til serlæknar innan plastikkkirurgi, tí hetta ikki er ein serlæknagrein í sjúkrahúsverkinum. Heilsumálaráðið vísir í svarinum á, at ætlanin er at økja um starvsfólkatalið á neurologiska ambulatoriinum, sum væntandi fer ar hava við sær, at bíðitíðin til neurologiskar kanningar verður stytt. Fríggjadagin vísti forkvinnan í Parkinsonfelagnum annars á, at bíðitíðin at koma til kanningar hjá neurologi kann vera millum seks til tíggju mánaðir. Í løtuni eru tað tveir serlæknar vit servitan í parkinsonsjúkuni, sum koma til landið seks ferðir um árið, ella átjan dagar um árið. Og nú tann einasti virkandi serlæknin í neurologi við adressu í Føroyum er givin, er støðan ikki júst batnað. Poul Joensen sigur, at hann ikki skrivar til landsstýrismannin fyri egnan vinning. Tí hann er givin, og hevur ongar ætlanir at taka virksemið uppaftur. Poul Joensen hevur arbeitt partvíst sum privatpraktiserandi lækni í neurologi síðan 1986. Dagsins yrking Hitt blindað liðið Christian Matras yrkti. Annfinnur Heinesen lesur. Grátt, kátt, hátt. Prentsmiðjan Framá gav út í 1926 Vit eru øll í alt størri mun knýtt at okkara snildfonum og sosialum miðlum. Men hví eru vit tað Panorama fylgir tøkniligum innanvitarum, ið avdúka, hvussu feløg á sosialu miðlunum við vilja hava ment vanaelvandi tøkni fyri at fáa okkum at gerast bundin. Ein fyrrverandi leiðari á Facebook greiðir frá Endamál teirra er at fáa okkum at gerast bundin og síðani selja tíðina hjá okkum. Tann, ið skapti Dáma knøttin, ávarar um vandan við at vera bundin av sosialum miðlum. Við at kanna vísindi, hvussu tøknin lokkar okkum, vísir Panorama, hvussu atburðarfrøði er nýtt til at fáa okkum allatíðina at kanna telefonina. Dagsins yrking Lyklar Katrin Ottarsdóttir yrkti. Mariann Hansen lesur. Eru koparrør í himmiríki. Mentannargrunnur Studentafelagsins gav út í 2012 Dagsins yrking Andlitsfrymlar Petur Pólson yrkti. Hjálmar Dam lesur afturvendandi endurspeglingar av komandi dreymum Fannir gav út í 1994 Ein sigur við minst trimum málum var eitt krav, skuldi Kyndil tryggja sær pláss í steypafinaluni. Og hetta var júst tað, teir grønu vunnu sær á heimavølli í seinnu hálvfinaluni. Kyndil var omaná frá byrjan í dystinum, sum endaði 30 27. Í hinari hálvfinaluni var spenningur til síðsta bríksl. H71 vann fyrru hálvfinaluna við einum máli, og í dag hevði Neistin so greiða yvirvág gjøgnum stóran part av dystinum, at teir leingi vóru á veg í steypafinaluna. Men hoyvíkingar fótaðu sær í seinna hálvleiki, og dysturin endaði við javnleiki 21 21. Samanlagt vunnu Kyndil og H71 sostatt sínar hálvfinalur við bert einum máli, og tey hittast tí í steypafinaluni, sum verður spæld komandi leygardag. Dagsins yrking Millum aldurnar Trygvi Danielsen yrkti. Hann lesur sjálvur Silvurdrongur Orðasangur. Silvurforlag í samstarv við Tutl 2018. Dagsins yrking Atferð nr.1,2,3 Lív Maria Róadóttir Jæger yrkti. Hon lesur sjálv. Eg skrivi á vátt pappír. Forlagið Eksil gav út í 2020. Á einari av teimum niðastu hillunum var ein bók, ið var so reyð, at hon lýsti. Handbók fyri superhetjur stóð á rygginum á bókini. Lisa visti, at rættiligar superhetjur ikki vóru til. Samstundis tóktiskt tað eins og tosaði bókin við hana og bað hana taka seg upp og byrja at blaða í sær. Lisa trívist ikki í nýggja skúlanum. Nakrir dreingir happa hana, og hvønn dag flýggjar hon undan teimum og krógvar seg á bókasavninum. Ein dagin kemur hon fram á eina bók, ið er um, hvussu tú kanst gerast superhetja við teimum 101 kynstrunum, sum eru lýst í bókini. Kann hetta veruliga lata seg gera Elias V hlund skrivaði og Eyð Berghamar Steinbjørnsdóttir týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2019.Elin á Rógvi lesur og Høgni Fagraberg ger ljóðmyndina. Hetta hendi, tá Oscars heiðurslønirnar vórðu handaðar fyri 92. ferð. Suðurkoreiski filmurin vann eisini heiður fyri bestu leikstjórn, besta handrit og sum besti altjóða filmur. Annars vunnu Ren e Zellweger og Joaquin Phoenix ein Oscar sum besti kvinnuligi og mannligi filmssjónleikari fyri leiklut teirra í filmunum Judy og Joker. Franska eftirlitið fyri kapping og svik, DGCCRD hevur, givið amerikanska tøknirisanum, Apple, 25 milliónir evrur í bót, skriva BBC og AFP. Nógvir iPhone brúkarar hava í longri tíð havt illgruna um, at Apple ger eldri telefonir seinar fyri at fáa fólk at keypa nýggja iPhone. Í 2017 viðgekk Apple so, at telefonirnar verða gjørdar seinar, men sambært felagnum varð hetta gjørt fyri at telefonirnar skuldu halda longri. Tey, sum hava iPhone, fingu onga kunning um, at telefonin gjørdist seinari at fáast við um tey settu dagføringarnar 10.2.1 og 11.2 í telefonina, sigur fransk DGCCRF í fráboðan, sambært AFP. Ákæran móti Apple kom eftir áheitan frá felagsskapinum Steðgið ætlaðu avoldingini , sum stríðist júst ímóti framferðini, sum Apple hevur brúkt. Hetta er søguligur sigur móti hugburðinum at koyra lutir í ruskspannina bæði fyri viðskiftafólk og umhvørvið, siga Laetitia Vasseur og Samuel Sauvage, sum hava stovnað felagsskapin. Endamálið hjá okkum hevur altið verið at skapa tryggar vørur, sum kundar okkara vilja hava. Týdningarmikli parturin av tí er at gera iPhones, sum halda longri, sigur Apple. Apple sleppur undan rættarmáli, nú felagið hevur góðtikið bótina. 25 milliónir evrur svara til góðar 185 milliónir krónur, skrivar tíðindastovan hjá Ritzau. Landsstýrini í Føroyum og í Grønlandi og danska stjórnin arbeiða við átta málum, sum hava felagsheitið marknaforðingnar í ríkisfelagsskapinum. Og Apoteksverkið, Amnesty, Fólkaheilsuráðið, Føroya politi, Gigni og Almannamálaráðið Sig frá , sum skipaðu fyri viku sex í ár, heita á myndugleikarnar um at geva teimum hana. Fyriskipararnir hava sæð til, at fyrstaárs næmingar í yrkis og miðnámsskúlum og Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík hava fingið seksualundirvísing í viku sex í ár. Síðani tá hevur Marin í Dali, lækni, stovnað felagið Kyn saman við Bjørt Lind, sálarfrøðingi og Turið Hermansdóttur, fólkalívsfrøðingi. Endamálið hjá felagnum er at menna føroyska seksualundirvísing og at kunna um kropp, kenslur, fyribyrging, mørk, rættindi og onnur seksuel evni. Orsøkin er millum annað, at trý uppskot um at broyta aðrar lógir, sum hava samband við náttúrumargfeldislógina, skulu hava fyrstu viðgerð á tingfundinum í morgin. Landsstýrið í Grønlandi hevur samtykt fýra ára ætlan um olju og gass. Og landsstýrisformaðurin, Kim Kielsen, hevur verið í USA og kunnað oljufeløgini um ætlanina. Kunningin umfatar jarðfrøðina, nýggjastu kanningarnar og lóggávuna. Endamálið er at fáa lív í aftur áhugan fyri at leita eftir olju og gassi við Grønland. Men veruleikin er bara tann, at størri eftirspurningur eftir olju og gassi verður næstu árini. Og Grønland hevur sama rætt sum onnur at leita eftir og selja olju og gass, sigur Kim Kielsen. Hon sigur, at 12 ár sum leiðari er nóg mikið, og avbjóðingar og broytingar eru alla tíðina, so tað er í lagi, at nýtt fólk tekur við nú. Útbúgving til heilsuhjálpara byrjar tvær ferðir um árið, útbúgving til heilsurøktari byrjar eina ferð um árið og eftir summarfrítíðina byrjar nýggja útbúgvingin, sum eitur námsfrøðihjálpari. Taks heldur seg ikki hava heimild til at geva skattafrádrátt og hevur tí sent Fíggjarmálaráðnum spurningin fyri at vita, um lógarbroyting skal gerast fyri at loyva skattafrádráttinum. Keltar eru ein fólkabólkur, sum grikkar kallaðu fyri keltar og rómverjar nevndi teir gallarir. Jónsvein Bech, prestur, sigur frá søguni hjá keltum og hvar vit síggja teirra árin í Føroyum. Nógv av tí, sum vit vita um teir, hava vit frá griskum og rómverskum rithøvundum, sum hava skrivað niður, um tað mundið at Kristus varð borin í heim. Teirra sálmasangur líkist eisini okkara Kingo sangið rættiliga nógv. Heilsutrygd hevur sett Heina Harryson í starv sum kommunulækna í Eiðis læknadømi. Heini Harryson tók embætisprógv í læknafrøði í 2010, og hann fær væntandi góðkenning sum serlækni í almennum medisini síðst í hesum mánaðinum. Heini Harryson hevur seinasta árið starvast í læknaviðtaluni í Miðlon í Havn. Hann tekur við starvinum í viðtaluni við Norðskála 1. apríl. Í 2018 útfluttu vit 9.000 tons av laksi til Kina, og í fjør var útflutningurin 12.000 tons. Tá er desember mánaður ikki taldur við. Danska ákæruvaldið krevur, at Britta Nielsen verður dømd minst átta ára fongsulsrevsing fyri at hava tikið 117 milliónir krónur frá Sosialstýrinum. Talan er um eitt av størstu málunum um svik í donsku søguni, og tí eigur hon at verða dømd í minsta lagi átta ára fongsulsrevsing, segði ákærin, Kia Reumert. Britta Nielsen er ákærd fyri at hava flutt sær sjálvari tilsamans 117 milliónir kr í 25 ár. Talan var um tilsamans 300 flytingar, stendur í ákæruritinum. Britta Nielsen hevur viðgingið, at hon hevur flutt sær sjálvari pening, men hon kann ikki siga, hvussu nógvar pengar talan var um. Undir rættarmálinum er komið fram, at eftirlitið í Sosialstýrinum hevur svikið, men tað eigur ikki at geva linari revsing, sigur ákæruvaldið. Verjin hjá Brittu Nielsen sigur, at tað ikki er rímiligt at nýta eina grein í revsilógini, sum kann geva upp í12 ára fongsulsrevsing. So nógv kann hon ikki dømast, sigur verjin. Ein frágreiðing varð løgd fram á seinasta rættarfundinum, sum var fyrrapartin, og har stendur, at Britta Nielsen tekur heilivág fyri hjartað, men at hon annars er væl fyri. Stóri vinnarin gjørdist suður koreanski filmurin Parasite , sum vann fýra av teimum stóru heiðurslønunum. Suður koreanski filmurin vann heiður fyri besta film, bestu leikstjórn, besta handrit og sum besti altjóða filmur. Hermann sigur, at vinnara røðurnar høvdu til tíðir ein politiskan undirtóna, og at tað varð varpað ljós á, at ov fáar kvinnur verða heiðraðar í filmsvinnuni. At Parasite vann í ár merkir, at Oscars nú er vorðið meira fevnandi at øll hava ein kjans og tað er møguliga gott fyri okkum føroyingar, sigur Hermann Eliassen at enda í samrøðuni, sum hann gjørdi við morgunsendingina. Lu Ting sigur, at tá støðan er, sum hon er nú, er ikki óvanligt at fólk leggja mat inn undir seg, og tað leggur eisini trýst á prísin. Kinesiska heilsunevndin sigur í dag, at higartil eru 908 mfólk deyð í Kina av coronavirusinum, og meira enn 40.000 fólk eru sjúk, skriva Ritzau og AFP. Forkvinnan á týska flokkinum, CDU, Annegret Kramp Karrenbauer, hevur boðað frá, at hon hevur slept ætlanini at gerast samveldiskanslari eftir Angelu Merkel. Hon verður kortini verandi forkvinna í flokkinum, til eitt annað umboð er funnið, sum kann taka við eftir Angelu Merkel. Hon verður eisini verandi verjumálaráðharri, til val verður til ríkisdagin í 2021. Nú hon hevur gjørt av ikki at gerast samveldiskanslari, sigur hon, at formaðurin í flokkinum eisini eigur at vera samveldiskanslari. Angela Merkel hevur verið samveldiskanslari í Týsklandi í skjótt 15 ár, og tí eru tað nógv av teimum ungu, sum ikki kenna tíðina undan henni. Tað hevur gingið støðugt aftur á hondina í politikkinum, og seinastu tíðina eru stjórnarflokkarnir, CDU og CSU, minkaðir úr 41 niður í 33 prosent í undirtøku. Avgerðin hjá Annegret Kramp Karrenbauer um at leggja frá sær, botnar helst í, at ein meiningakanning í gjár vísti, at 72 prosent av týsku veljarunum siga seg vera ímóti henni sum kanslara. Tí er CDU noyddur at finna ein nýggjan formann fyri valið í 2021, og sum støðan er nú, má flokkurin byrja av nýggjum, eftir at hava verið leiðandi, síðani Angela Merkel kom framat í 2005. Øll eru vælkomin í Eydnudeildini. Men talan er fyrst og fremst um eitt venjingartilboð til børn við avbjóðingum, sum avmarka teirra førleikar og møguleikar til at ganga til skipað ítróttavirksemi. Maria Biskupstø úr Treysti er føroyameistari hjá kvinnum, hon kom á mál við tíðini 40 minuttir og 4 sekund. Hjá monnum var Signar Røsvik skjótastur á teininum, hann gjørdist føroyameistari við tíðini 31 minuttir og 14 sekund. Umboðsmaðurin heldur eisini, at Klaksvíkar kommuna royndi at sleppa sær undan ábyrgd, tá byggiloyvi var givið í Ánunum, har nógv ljóðdálking hevur verið seinastu tiðina. Fríggjadagin varð kappast á 500 metrum sprint, og tá gekk eisini væl hjá føroysku rógvarunum. Sarita vann silvur í sínum bólki, tað sama gjørdi Elsa Magnussen, meðan Bergur Robert Dam Jensen vann bronsu í sínum bólki. Kyndil er triðja árið á rað í steypafinaluni hjá monnum. Eftir at hava tapt fyrru hálvfinaluna vendu kyndismenn øllum í seinna dystinum, men tað stóð nógv á seinastu løtuna. Javnleikurin 21 21 í seinnu hálvfinaluni var nóg mikið hjá hoyvíkingum, sum samanlagt vunnu hálvfinalurnar móti Neistanum við einum máli. Innstillað er til ársins nobelheiðursløn í bókmentum. Ákærur eru frammi um kynsligan ágang, mutur og fíggjarligt óreglusemi. Fyrsti fasti kvinnuligi skrivarin á Akademinum nakrantíð hevur fingið sparkið. Hví 87 ára gamli Eli Jensen, sum er elsta fólk á Hellunum, greiðir frá fyrstu niðursetufólkunum. Tey settu búgv í 1849. Navnið á bygdini er væl valt, tí nógvar hellur eru í bygdini, bæði størri og smærri. Atli Johannesen er longu farin at velta og gera klárt at seta niður eplir í vár. Og konan Jórun Eið Johannesen greiðir frá sólkomudegnum. Tað eru 12 ár síðani tey á Hellunum fyrstu ferð høvdu hetta serliga tiltakið í sambandi við at sólin aftur sær á bygdina, eftir at hon hevur verið burtur í tríggjar mánaðir á hávetri. Hjúnini Hansina og Elibert Kerá greiða frá, hví tey settu búgv á Hellunum, ið er heimbygdin hjá Hansinu. Elibert er oyndfirðingur og sá øll barnaárini yvir á Hellurnar. Nú sær hann yvir á heimbygdina. Justinus Eidesgaard og konan Poula eru farin á skúlabonk fyri at læra seg at menna konsept í sambandi við ferðavinnuna. Tey hava bygt eini gomul hús uppaftur úr rekaviði og Justinus sigur, at nú ætla tey sær av álvara at bjóða seg fram í ferðavinnuni. Símun Hans Jacobsen hevur røktað hagapartin Rustakamb omanfyri bygdina síðani 1966. Seyðahugurin er framvegis stórur og hóast hann nú er 81 ára gamal, orkar hann framvegis væl og fírir ikki fyri at fara niðan í røkurnar. Konan Sonja Jacobsen hevur bygt ein prýðiligan urtagarð oman yvir eina stóra hellu niðanfyri húsini. Tað var nógv arbeiði at gera urtagarðin, men um summarið gleðir hann nógv fólk sum koma til Hellurnar. Sjey starvsfólk hava sagt seg úr starvi, seinasta hálva árið í eind 10 hjá Almannaverkinum, sum millum annað fevnir um Barnaheimið og stovnar undir tí. Sólja í Ólavsstovu, Løgtingsins umboðsmaður, er eisini barnanna umboðsmaður, og hon váttar, at eitt barn á Barnaheminum hevur kært um støðuna, tí tað kendi seg ótrygt. Sólja í Ólavsstovu sigur, at tað er óheppið, at so nógv starvsfólk á Barnaheiminum eru farin, tí børnini hava brúk fyri tryggum kørmum. Almenn og privat bústaðarbygging skulu javnsetast, stendur í samgonguskjalinum. Men fyri tað skulu Bústaðir ikki skerjast í sínum virkismøguleikum á bústaðarmarknaðinum, sigur Bill Justinussen í Miðflokkinum, nú ein fyribils frágreiðing er komin um bústaðarpolitisk átøk. Jón Niclasen úr Miðvági, sum hevur atypiska autismu, hevur gingið á serbreyt á Tekniska skúla í Klaksvík. Síðani slapp hann á matvørubreytina á skúlanum, og nú er hann í kokkalæru á Hafnia. Jón Niclasen og familjan siga, at tey hava fingið sera góðan stuðul og hjálp bæði frá skúlaverkinum og almannaverkinum, so at Jón kundi røkka sínum dreymamáli. Á einari av teimum niðastu hillunum var ein bók, ið var so reyð, at hon lýsti. Handbók fyri superhetjur stóð á rygginum á bókini. Lisa visti, at rættiligar superhetjur ikki vóru til. Samstundis tóktiskt tað eins og tosaði bókin við hana og bað hana taka seg upp og byrja at blaða í sær. Lisa trívist ikki í nýggja skúlanum. Nakrir dreingir happa hana, og hvønn dag flýggjar hon undan teimum og krógvar seg á bókasavninum. Ein dagin kemur hon fram á eina bók, ið er um, hvussu tú kanst gerast superhetja við teimum 101 kynstrunum, sum eru lýst í bókini. Kann hetta veruliga lata seg gera Elias V hlund skrivaði og Eyð Berghamar Steinbjørnsdóttir týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2019.Elin á Rógvi lesur og Høgni Fagraberg ger ljóðmyndina. Á einari av teimum niðastu hillunum var ein bók, ið var so reyð, at hon lýsti. Handbók fyri superhetjur stóð á rygginum á bókini. Lisa visti, at rættiligar superhetjur ikki vóru til. Samstundis tóktiskt tað eins og tosaði bókin við hana og bað hana taka seg upp og byrja at blaða í sær. Lisa trívist ikki í nýggja skúlanum. Nakrir dreingir happa hana, og hvønn dag flýggjar hon undan teimum og krógvar seg á bókasavninum. Ein dagin kemur hon fram á eina bók, ið er um, hvussu tú kanst gerast superhetja við teimum 101 kynstrunum, sum eru lýst í bókini. Kann hetta veruliga lata seg gera Elias V hlund skrivaði og Eyð Berghamar Steinbjørnsdóttir týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2019.Elin á Rógvi lesur og Høgni Fagraberg ger ljóðmyndina. Á einari av teimum niðastu hillunum var ein bók, ið var so reyð, at hon lýsti. Handbók fyri superhetjur stóð á rygginum á bókini. Lisa visti, at rættiligar superhetjur ikki vóru til. Samstundis tóktiskt tað eins og tosaði bókin við hana og bað hana taka seg upp og byrja at blaða í sær. Lisa trívist ikki í nýggja skúlanum. Nakrir dreingir happa hana, og hvønn dag flýggjar hon undan teimum og krógvar seg á bókasavninum. Ein dagin kemur hon fram á eina bók, ið er um, hvussu tú kanst gerast superhetja við teimum 101 kynstrunum, sum eru lýst í bókini. Kann hetta veruliga lata seg gera Elias V hlund skrivaði og Eyð Berghamar Steinbjørnsdóttir týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2019.Elin á Rógvi lesur og Høgni Fagraberg ger ljóðmyndina. Føroyingar og grønlendingar eiga at hava herskyldu. Tað heldur Danski Fólkaflokkurin, sum aftur hevur lagt uppskotið fyri fólkatingið. Tá uppskotið seinast var til viðgerðar í fólkatinginum á vári í 2017, vísti táverandi stjórnin uppskotinum frá sær, og tað sama gjørdu allir hinir flokkarnir í fólkatinginum. Í Danmark verða allir menn kallaðir til hertænastu, tá teir fylla 18 ár. Kvinnur fáa eisini somu boð, men hava ikki skyldu at fara í hertænastu. Hvørki í Føroyum ella í Grønlandi er nakað ynski um herskyldu, segði táverandi danski verjumálaráðharrin, Klaus Hjort Frederiksen. Danski Fólkaflokkurin sigur í uppskotinum, at nú eru tríggir javntsettir partar í ríkisfelagskapinum, og tí eiga treytirnar um herskyldu eisini at vera eins, skrivar KNR. Flokkurin vísir eisini til frágreiðing frá grønlendsku sjálvstýrisnevndini frá 2003, har sagt varð, at øll trý fólkasløgini í ríkisfelagskapinum, eiga at vera partur av verjuni og tilbúgvingini. Skulu Grønland og Føroyar vera partur av donsku verjuni, fer tað at kosta millum 1,5 og 3,6 milliónir kr um árið, er metingin hjá verjumálaráðnum. Framsókn vil hava løgtingið at heita á landsstýrið um gera uppskot um, at lívrentutryggingar, sum verða teknaðar frá 1.januar 2021, hava somu treytir fyri kvinnur og menn. Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi mæla til, at friðingarnevndirnar verða tiknar av, og heimildirnar hjá teimum verða fluttar til landsstýrisfólkið, sum so væntandi leggur sínar heimildir til Umhvørvisstovuna at umsita. Uppskot er eisini um, at kærunevndin í lendismálum eisini umfatar náttúru og umhvørvi og broytir navn til kærunevndin í náttúru , umhvørvis og lendismálum. Vinnuhúsið, landsstýrismaðurin í fíggjarmálum og Taks og HMP Consult eru biðin um at koma á fundin í dag. Trivnaðarnevndin hevur níggju mál á sínari dagsskrá í dag, millum annað vælferðarlógina. Ársins skip verður kosið, tí raksturin og trygdin eru serliga góð. Skipið verður funnið við at hyggja at úrslitunum frá havnareftirliti, Port State Control, seinastu trý árini. Góð rakstrarúrslit eru við til at vaksa um virðingina fyri føroyska flagginum, so tað hevur gott pláss á hvíta listanum, besta listanum, hjá Paris MoU. Vinga Safir er svenskt skip, sum er skrásett í Føroyum og siglir undir føroyskum flaggi. Vinga Safir er bygt í 2000. Smápartafelagið Sol Tankers í Havn eigur skipið. Brúkaraumboðið ger vart við, at tey, sum fáa fyrimun við at lýsa ella skriva um eina fyritøku, vøru ella tænastu, skulu altíð frámerkja týðiliga, at talan er um lýsing, sama um skrivað verður á Facebook, bloggi ella øðrum sosialum miðlum. Vit síggja oftari og oftari fjaldar lýsingar, har tað tykist greitt, at roynt verður at selja okkurt, men har tað ikki verður gjørt nóg væl vart við, at talan er um lýsing, sigur Rannvá Ragnarsdóttir, brúkaraumboð. Kravið um at frámerkja tilfar, sum í roynd og veru er lýsingartilfar, er galdandi fyri øll, sum fáa pening fyri at leggja út, ella fáa aðrar fyrimunir við at varpa ljós á eina fyritøku, vøru ella tænastu. Axel rn Ársælsson, optikari á Sjónlag í Íslandi, sigur, at hundraðtals, um ikki túsundtals, føroyingar hava verið á teirra klinikk. Tey, sum vilja vita meir um virksemið hjá Sjónlag í Íslandi, kunnu fara á fyrilestur í Miðhøllini á Skúlatrøð í Klaksvík í kvøld, týskvøld, klokkan 19. Vinstrasinnaði flokkurin, Sinn F in, verður næststørsti flokkur í írska tinginum, vísir úrslitið av valinum, sum var um vikuskiftið. Uppteljingin eftir valið leygardagin varð liðug í nátt, og hon vísir, at Sinn F in tryggjar sær 37 av teimum 160 sessunum í Dail ireann, sum er undirhúsið í írska tinginum. Miðflokkurin, Fianna Fáil, fekk ein sess meira, 38 sessir, og flokkurin hjá forsætisráðharranum, Leo Varadkar, Fine Gail, fær 35 sessir. Framgongdin hjá Sinn F in verður lýst sum politiskur jarðskjálvti í Írlandi, og tað verður stór ein avbjóðing at skipa stjórn í landinum. Fine Gail og Fianna Fail hava sagt undir valstríðnum, at tey ikki vilja í stjórn saman við Sinn Fein, bæði orsakað av búskaparliga politikkinum hjá flokkinum, men eisini tí, at Sinn F in fyrr hevur verið málgagn fyri írska undirgrundarherin, IRA, sum stríddist fyri at fáa bretar úr Norðurírlandi. Bjartskygni í føroyska samfelagsbúskapinum er nógv betri nú, enn tað var fyri hálvum ári síðan. Tey, sum flyta út, og tey, sum veita tænastur, gera, at konjunkturbarometrið í Føroyum gongur upp. Treystitalið gevur ábending um, hvussu vinna og brúkarar meta bæði støðuna beint nú, gongdina seinasta árið og gongdina komandi árið. Treystitalið hjá húsarhaldunum og byggivinnuni eru tó minni nú enn fyri hálvum ári síðani. Árliga pensionistaskeiðið er ein vika av felags háskúlalív fyri pensionistar, og fevnir um morgunrørslu, ymiskt hondverk, framløgur, føroyskan dans, utferðir og felags hugna. Hann sigur í svari uppá skrivligan fyrispurning frá Johan Dahl, løgtingsmanni, at vónandi greiðir rættarmálið støðuna viðvíkjandi heilsutrygdargjaldinum hjá teimum, sum búgva í Føroyum, men arbeiða í Noregi til dømis. Fær Heilsutrygd ikki viðhald í rættinum, má eg taka støðu til, um neyðugt er at broyta heilsutrygdarlógina, soleiðis at hon samsvarar við Nordisk konvention om social sikring , sigur Kaj Leo Holm Johannesen. Tí millumlandasáttmálar koma fram um løgtingslógir. Nordisk konvention om social sikring er tí galdandi, og ikki heilsutrygdarlógin. Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at Heilsutrygd skal halda lógina. Og lógin sigur, at øll, sum búgva í Føroyum og eru 18 ár ella eldri, eiga at gjalda heilsutrygdargjald. Landsverk hevur framt bygnaðarligar broytingar, og í hesum sambandi skulu tríggir nýggir deildarleiðarar setast, ein fíggjarleiðari, ein starvsfólkaleiðari og ein leiðari á virkisdeildini. Boði Haraldson er 58 ára gamal, útbúgvin verkfrøðingur, og hevur drúgvar royndir sum býarverkfrøðingur í Tórshavnar kommunu, áðrenn hann kom í starv sum rakstrarleiðari á Deildini fyri Infrakervi á Landsverki á heysti 2016. Øssur Kjølbro hevur verið aðalskrivari í Kirkjuligu Heimamissiónini í mong ár. Seinastu tíðina hevur hann tikið sær av samskipan og samskifti. Undanvalið hjá demokratunum í USA er sera spennandi í ár, tí fleiri hava møguleika at gerast forsetavalevnið. Tóri Højgaard, løgfrøðingur, fylgir væl við amerikanska valinum. Hann greiðir frá, hvat er í spæl í dag. Spurningurin er vorðin aktuellur, eftir at innlit í eina fyribils niðurstøðu hjá arbeiðsbólkinum undir Almannaráðnum, ið er settur at orða ein nýggjan bústaðarpolitikk, kom undan kavi í farnu viku. Sambært uppskotinum mælir ein meiriluti í nevdini til, at Bústaðir faa álagt nøkur fíggjarlig krøv, ið javnsetir felagið í kappingini við privat byggifeløg. Hetta hevur vakt ans í politisku skipanini og almenna kjakinum, og hava fleiri politikarar bæði í samgongu og andstøðu hava funnist at ætlanini, tí tað gongur móti endamálinum hjá almenna bústaðarfelagnum at útvega leigubústaðir til borgarar fyri ein rímiligan kostnað. Tað er ein spurningur, ið hevur spøkt í politisku skipanini í fleiri ár, tó uttan at skiftandi løgting hava gjørt nakað ítøkiligt við málið. Men nú er málið aftur á skránni, eftir at Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur sett Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, ein 52a fyrispurning. Men hvat er gransking Hví er gransking týdningarmikil Hvørja gransking fáast vit við í Føroyum Og hvørjir eru hesir granskarar Millum aðrar hesar spurningar seta vit í fýra sendingum Heina í Skorini, Bergi D. Hansen, Anniku Sølvará, Jóhonnu á Lava Køtlum og Janusi Vang, sum koma við sínum boði upp á svar. Eisini verður tosað við ein granskara í hvørjari sending, og hesaferð greiðir Runa Preeti Ísfeld um sína gransking, og hvat tað var, sum gjørdi hana forvitna eftir at vita meira. Tað gingu 17 minuttir frá tí, at alarmsentralurin fekk fráboðanina um dumparavanlukkuna á Glyvursnesi 24. juli í fjør, til Tórshavnar sløkkilið, sum hevur neyðuga klippútgerð, varð boðsent. Kringvarpið hevur biðið um innlit í fráboðanina um vanlukkuna á Glyvursnesi, sum varð ringd inn til alarmsentralin, men hetta er noktað Kringvarpinum. Kringvarpið kærdi avgerðina, og í tí sambandi vísti danski ríkisadvokaturin á, at málið um dumparavanlukkuna á Glyvursnesi er eitt revsimál. Samrøðan varð ikki send tá, tí Kringvarpið hevur roynt at fáa meiri innlit í handfaringina av vanlukkuni, eitt nú hvat varð sagt, tá dumparavanlukkan varð fráboðað alarmsentralinum. Steen Nørskov, sjefpolitiinspektørur, vil ikki viðmerkja málið. Hann sigur, at talan er um eitt innanhýsis mál millum løgregluna og Tórshavnar sløkkilið, og hvussu tey fata sítt samstarv. Vit høvdu ætlað at spurt sjefpolitiinspektørin, hví tað gekk so long tíð, tilTórshavnar sløkkilið, ið hevur neyðugu klippiútgerðina, varð boðsent, og hvørjar mannagongdir løgreglan annars hevur, tá tílíkar støður taka seg upp. Menningarætlan við ítøkiligum tiltøkum skal orðast, sum skal verja fugl og lendi, og sum eisini skal gera ferðavinnuna í Mykinesi burðardygga. Tað er serliga gongdina í Mykineshólm, sum neyðugt er at tálma, sigur Jóhan Pauli Helgason, menningarleiðari hjá Visit Faroe Islands. Tilmælini eru send Ramsar nevndini fyri Mykines til kunningar, og alt tilmælið verður lagt fram á almennum borgarafundi í Sørvági hóskvøldið klokkan 19. Reiðarin, Jógvan Martin Ferjá, sigur, at søkt er um øll árini, sum Norðhavið misti, tað er 2016, 2017, 2018 og 2019 og so um 2020. Norðhavið hevur ikki fingið fiskiloyvi enn, tí fiskiloyvi kann bara latast skipum, sum hava galdandi siglingarloyvi frá føroyskum myndugleikum, og slíkt loyvi hevur Norðhavið ikki. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur givið Norðhavinum sild, makrel og svartkjaft, og loyvi at fiska ídnaðarfisk í Norðsjónum. Dómurin varð skotin inn fyri Eystara landsrætt, men Jacob Vestergaard hevur tikið málið aftur.Tí er dómurin hjá Føroya rætti endaligur. Norðhavið hevur tí fingið øll síni rættindi at fiska aftur. Løgtingsins umboðsmaður hevur givið Klaksvíkar kommunu eina átalu, tí kommunan ønti ikki felagnum Heimafriði aftur, tá tey sendu klagu ella bóðu um fund. Umboðsmaðurin sigur eisini í niðurstøðuni, at Klaksvíkar kommuna slapp sær undan ábyrgd í 2006, tá byggiloyvi varð givið í Ánunum, har nógvur gangur hevur verið seinastu árini. 120 ára gamli Føroya fólkaháskúli livir enn sítt fríska lív. Vit fingu vitjan av nýggja stjóranum, Hedvig Westerlund Kapnas, sum er farin undir sína fyrstu várskrá og leggur framtíðarætlanir fyri gamla háskúlan. Mikukvøldið byrjar Tórshavnar Filmsfestivalur. Vit spurdu Lasse Thorning Jæger, sum skipar festivalin á fyrsta sinni, hvørjir filmar vera vístir upp á lørifti hesa ferð. Og so vóru vit saman við stjóranum á Koks, Johannesi Jensen, og arkitektinum Osbjørn Jacobsen við Fossdalsgjógv, har dreymurin er at byggja ein býling til eina einastandandi uppliving. Fólkaheilsuráðið fer geva teimum 17 heimsmálunum hjá ST, sum miða móti,at skapa javnvág millum búskaparliga, sosiala og umhvørvisliga menning, størri ans í framtíðini. Rok er enn einaferð um Bústaðir, aftaná at ein fyribils niðurstøða hjá arbeiðsbólkinum undir Almannaráðnum, ið er settur at orða ein nýggjan bústaðarpolitikk, kom undan kavi í farnu viku. Sambært uppskotinum mælir ein meiriluti í nevdini til, at Bústaðir faa álagt nøkur fíggjarlig krøv, ið javnsetir felagið í kappingini við privat byggifeløg. Hetta hevur vakt ans í politisku skipanini og almenna kjakinum, og hava fleiri politikarar bæði í samgongu og andstøðu hava funnist at ætlanini, tí tað gongur móti endamálinum hjá almenna bústaðarfelagnum at útvega leigubústaðir til borgarar fyri ein rímiligan kostnað. Í Breddanum kjakaðust Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkin, og Kristina Háfoss, tingkvinna fyri Tjóðveldi, um tað, ið er komi fram um málið og framtíðar støðuna hjá Bústaðir. Tilbúgvingin Tað gekk alt ov long tíð gekk áðrenn Sløkkiliðið, sum hevur klippiútgerðina, varð boðsent, tá ein vanlukka við einum dumpara hendi á Glyvursnesi í fjørsummar. Tilbúgvingarøkið eigur at verða betur samskipað, sigur Henrik Weihe Joensen, ið hevur starvsliga bakgrund í bæði løgregluni og í tilbúgvingini. Í Breddanum viðgjørdi hann leiklutin hjá løgregluni og sløkkiliðnum í samband við ein tilburðin. Grannalond okkara hava øll útjavningarskipanir, og tí eru Føroyar í so máta eitt eindømi, tí kommunurnar í Føroyum í sera stóran mun, eru fíggjaðar av egnum inntøkuskatti umframt nakað av partafelagsskatti. Og málið er aftur á skránni, aftaná at Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur sett Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, ein 52a fyrispurning. Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, Brandur Sandoy, borgarstjóri í Sands kommunu, og Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, vóru gestir í Breddanum. Luttakarar Johan Dahl, Kristina Háfoss, Henrik Weihe Joensen, Eyðun Christiansen, Annika Olsen, Jóhannis Joensen og Brandur Sandoy. Hann harmast um, at felagið hevur havt lógartekstin til ummælis, uttan at hava givið sær far um, at avgerandi orðini vantaðu í føroyska lógartekstinum. Politistafelagið bíðar nú eftir, hvussu leikur fer, men gerst tað ikki á annan hátt, má landsstýrið biðja løgtingið broyta lógina. Men fyrst skal tingið atkvøða um enn ein skrivligan fyrispurning um heilsutrygdargjaldið hjá fólki, sum býr, men ikki arbeiðir í Føroyum. Brandur Sandoy, tingmaður, spyr Bárð á Steig Nielsen, løgmann, hvørjar grundgevingar Løgmansskrivsstovan hevði í 2016, tá hon gav Heilsutrygd boð um at taka heilsutrygdargjald frá fólki, sum eisini rindar til Folketrygd í Noregi. Kærunevndin í almannamálum, familjumálum og heilsumálum segði annars, at heilsutrygdargjaldið skuldi ikki krevjast frá hesum fólkum. Rættarnevndin fer aftur fyrrapartin at viðgera uppskotini um náttúrumargfeldislógina, partafelagið, sum skal gera Suðuroyartunnilin, dátaverndarlógina, einnýtisplast, innlit í almenn partafeløg og uppskotini um at taka av friðingarnevndirnar og lata kærunevndina í lendismálum eisini viðgera kærur um náttúru og umhvørvi. Landsstýrismaðurin í umhvørvis og vinnumálum, Búnaðarstovan og Umhvørvisstovan, Kristian Stórhamar, sum er stjóri í smápartafelagnum KS Elektro í Trongisvági, og partafelagið Eystur og Sandoyartunlar hava fingið boð um at koma á fundin hjá Rættarnevndini í dag. Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sum hevur svarað einum spurningi frá Akseli V. Johannesen, løgtingsmanni, um vaktarvirksemi. Aksel V. Johannesen sigur, at hóast lítil kriminalitetur er í landinum, er brúk fyri vaktarfólki, sum halda vakt við almennar og privatar bygningar. Nógv vinnuligt vaktarvirksemi er longu, men eingin lóg er, og tí ongar treytir um, hvørjar førleikar vaktarfólk skulu hava. Aksel V. Johannesen heldur eisini, at tað hevði verið áhugavert at kanna, um grundarlag er fyri at seta á stovn útbúgving ella skeið í vaktarvirksemi í Føroyum. Verður niðurstøðan tann, at skilabest er at gera eina lóg um vaktarvirksemi í Føroyum, ber til at brúka donsku lóggávuna sum grundarlag, sigur løgmaður. Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum hevur fund við felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingum í morgin, og í næstu viku skal Lønardeildin hitta Lærarafelagið og Akademikarafelagið. Hjá 12 fakfeløgum á almenna arbeiðsmarknaðinum fara sáttmálarnir ikki úr gildi fyrr enn 1.oktober í ár, tí teir eru galdandi í trý ár. Rósa Heinesen og Niels Rødgaard fara at kæra avgerðina hjá Landssjúkrahúsinum at senda teimum eina rokning upp á 26.000 krónur fyri at eiga sonin, Rana, í Føroyum. Tey búgva í Keypmannahavn, har Niels er undir hægri lestri, men Rósa átti í Føroyum, tí tey noyddust at faraheim í skundi fyri at vera hjá mammu Niels, sum lá til tað síðsta við krabbameini. Føroyski granskarin, Hallbera West, ið er Ph.d. í stjórnmálafrøði, hevur fingið játtaðar 722.000 krónur úr Carlsberg grunninum til at granska atferðina hjá fólkavaldum politikarum. Við sínum tónleiki og mongu konsertferðum kring knøttin, hevur Týr fingið hópin av fjepparum, men Catharina van Daalen er ivaleyst tann størsti fjepparin, teir hava. Hon kom til Føroya bara fyri at hoyra Týr um vikuskiftið. Frammanundan hevði hon keypt eitt atgongumerki, men komin til Føroya fór hon beint í Norðurlandahúsið og keypti eitt atgongumerki aftrat til útseldu konsertina, tí tey høvdu fingið eitt avboð í Norðurlandahúsinum. Og tá teir í Týr frættu hetta, bjóðaðu teir Catharinu til triðju konsertina, soleiðis at hon hoyrdi alt, sum hon kundi hoyra, meðan hon var her. Áður hevur hon ferðast runt Evropa og fylgt bólkinum og fyri tíggju árum síðani var hon á einum summarskeiði á Føroyamálsdeildini og lærdi føroyskt. Kunngerðin, sum sleppur pápum, ið eru í útbúgving uttanlands, undan at gjalda, tá mamman eigur í Føroyum, skal virka aftureftir, so Niels Rødgaard og Rosa Heinesen sleppa undan at gjalda Landssjúkrahúsinum góðar 26.000 krónur, tí hon átti á Landssjúkrahúsinum í oktober í fjør. Kaj Leo Holm Johannesen sigur tó, at endaliga støðan er ikki tikin enn, tí málið verður framvegis kannað, einki er liðugt, fyrr enn alt er liðugt, sigur hann. Kaj Leo Holm Johannesen veit ikki enn, um nakað hoyringarsvar er komið. Hann fer eina ferð í dag at kanna tað og hava fund við síni embætisfólk um kunngerðina. Men vil ein pápi, sum er í útbúgving uttanlands, at barn hansara skal føðast í Føroyum, verður kravt gjald fyri ta tænastuna, um mamman ikki eisini er lesandi. Hendan støðan kom undan kavi í oktober í fjør, Niels Rødgaard og Rosa Heinesen, sum búgva í Danmark, har hann er í útbúgving, men ikki hon, fingu at vita, at tey skuldu gjalda fyri at eiga sonin, Rana, í Føroyum. Mijðan apríl endurtekur Visit Faroe Islands átakið Closed for Maintenance , har útlendingar koma til Føroya at hjálpa at fríðka um náttúruni og ferðavinnuni at gagni. Áhugin er øgiligur. Túsundtals útlendingar standa á bíðilista men einans 100 sleppa framat hóast teir sjálvir skulu rinda fyri ferðina og fáa onga løn fyri arbeiði annað enn kost og logi. Men sum nakað nýtt, so er ætlanin at 40 føroyingar eisini skulu vera við í arbeiðsfylginum. 16 tingfólk spyrja, og Helgi Abrahamsen eigur fimm spurningar, Jacob Vestergaard eigur tveir, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir fimm, Jenis av Rana tríggjar, Jørgen Niclasen tríggjar, Kaj Leo Holm Johannesen eigur sjey fyrispurningar og Bárður á Steig Nielsen tveir. Løgtingið samtykti, at Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, skal svara skrivligum fyrispurningi frá Brandi Sandoy, tingmanni, sum spyr um heilsutrygdargjaldið hjá fólki, sum býr, men ikki arbeiðir í Føroyum. Brandur Sandoy spyr Bárð á Steig Nielsen, hvørjar grundgevingar Løgmansskrivsstovan hevði í 2016, tá hon gav Heilsutrygd boð um at taka heilsutrygdargjald frá fólki, sum eisini rindar til Folketrygd í Noregi. Kærunevndin í almannamálum, familjumálum og heilsumálum segði annars, at heilsutrygdargjaldið skuldi ikki krevjast frá hesum fólkum. Tað heldur Kristina Háfoss, ið vegna Tjóðveldi, hevur lagt eitt uppskot fyri tingið um at áleggja flokkum og øðrum at upplýsa um hesi viðurskifti. Fiskimálaráðið læt eitt nýtt fiskiloyvi til línuskip í januar í ár, so reiðaríið Deep C Fishing eisini kundi fáa av teimum 4.000 tonsunum av makreli, sum vórðu býtt út í desember. Bernie Sanders vann undanvalið í New Hampshire, men munurin millum hann til Pete Buttigieg var ikki stórur. Sostatt hava teir báðir lagt seg á odda, nú teir báðir fyrstu statirnir hava valt. Fyrrverandi varaforsetin var leingi favorittur at vinna demokratiska tilnevningina, men eftir at hava staðið seg illa bæði í New Hampshire og Iowa verða nú alsamt fleiri spurningar settir við, um Biden er rætti maðurin at vinna á Donald Trump. Eitt av reiðaríunum, sum fekk tillutað makrelkvotu til línuskip eftir kunngerðini um fiskiskap eftir makreli frá 30. desember í fjør, hevði einki línuloyvi fyrr enn í januar í ár. 31. desember í fjør fingu 21 rættindahavarar við fiskiloyvi til línuskip 4.000 tons av makreli at býta javnt millum sín. Hetta vóru makrelkvotur, sum hesir rættindahavarar kundu fáa onkran annan at fiska, tí línuskip vanliga ikki hava útgerð til at fiska makrel. Makrelurin varð býttur eftir kunngerð um fiskiskap eftir makreli undir føroyskum flaggi frá 30. desember í fjør, sum staðfestir at Fiskiskapurin verður skipaður við egnari árskvotu, har tey 4.000 tonsini verða býtt javnt millum talið av veiðiloyvum í bólkinum 31. desember 2017. Men av teimum 21, sum fingu part av markelinum, var tað bara Deep C Fishing við skipinum Borðoyarnes, sum ikki hevði nakað fiskiloyvi til línuskip fyrr enn í januar í ár. Felagið keypti í 2018 línuskipið Mascot frá reiðarínum P.f. Eysturoy. Vørn segði, at fiskidagaloyvið fylgdi ikki við keypinum, og tað staðfesti Fiskimálaráðið eisini seinni. Ráðið valdi tí at stovna eitt nýtt fiskiloyvi til Deep C Fishing, so samlaða talið av fiskiloyvum til línuskip nú er 21 í staðin fyri 20. Sostatt var loyvið hjá Mascot verandi hjá P.f. Eysturoy, sum stórreiðarin Annfinn Olsen eigur, meðan Borðoyarnes hjá Deep C Fishing fekk eitt nýtt loyvi. Næmingar á miðnámsskúlanum í Suðuroy hava fingið longda freist at lata breytaruppgávurnar inn, tí internet sambandið til Suðuroyar hevur verið so vánaligt seinastu tíðina. Í fyrsta byggistigi vera 19 grundøki til sethús og 14 til raðhús, í øðrum byggistigi vera 24 grundøki til sethús og í triðja byggistigi 33 grundøki til raðhús. Japanski bilframleiðarin, Nissan, hevur stevnt fyrrverandi stjóranum, Carlos Ghosn. Nissan krevur 838 milliónir krónur í endurgjaldi. Ghosn flýddi úr Japan í desember, eftir at hann var skuldsettur fyri fíggjarlig embætismisbrot, eitt nú skattaundandrátt og mutur. Um ársskiftið vórðu sjey fólk handtikin í Turkalandi, undir illgruna fyri at hava hjálpt fyrrverandi stjóranum í Nissan at flýggja úr Japan. M.a. fýra flogskiparar og ein leiðari fyri eitt flutningsfelag. Fyrrverandi stjórin í Nissan, sum eisini var ovasti stjóri í fronsku bilverksmiðjuni, Renault, segði tá, at einki hald er í skuldsetingunum móti sær, og at hetta er úrslit av, at japansku myndugleikarnir eru ónøgdir um, at báðir bil risarnir hava lagt saman. Røðan á netinum, sum er meira enn hálvan tíma til longdar, heitir beinleiðis at tey, sum vilja verja kalifatið, um at venda eyguni ímóti Jerusalem. Franska tíðindastovan sigur seg ikki kunna siga, hvussu nógv skal leggjast í boðini, men at tað hevur týdning, at boðini eru løgd út á eina heimasíðu hjá IS. Islamskur Statur hevur fyrr tilnevnt eitt kalifat í Sýria og í Irak, men altjóða herdeildir hava bart ta ætlanina niður. Bólkurin er framvegis virkin nógvastaðni, millum annað í Afrika, Asia og á Sinai hálvoynni, við ísraelska markið, skriva Ritzau og AFP. Shahin Ga ni, yvirlækni í infeksjónsmedisini, sigur, at hetta er ein endurtøka frá WHO. Men tað undirstrikar eisini, at sjúkan eigur at verða tikin í álvara, sigur hann. Í Snipp snapp eru teknifilmar, ið eru ætlaðir smáum børnum. Hesaferð eru teknirøðirnar Sára og Dunna, Elias og L fyri lomb. Snipp snapp er hvørt mikukvøld, hóskvøld, leygarkvøld og sunnumorgnar. Mentanargrunnur Landsins læt um dagarnar sín árliga stuðul til starvslønir, og forkvinnan Ingun í Skrivarastovu greiðir frá, hvussu stuðulin verður býttur. Vit hoyra eisini Arnbjørn Ólavson Dalsgarð, rithøvund, sum hesa ferð fekk starvsløn í eitt ár frá Mentanargrunninum. Sætta Búnaðarstevnan síðan 2014 verður hildin í Klaksvík leygardagin. Yvirskipaða evnið hesa ferð er Ferðavinna og landbúnaður . Fyriskiparin Símun Gullaksen kemur í útvarpsstovuna. Spurningurin er reistur av Kristinu Háfoss, sum hevur lagt uppskot fyri Løgtingið, sum skal tryggja at almenningurin kann fáa innlit í hvussu politiskir flokkar og valevni fíggja valstríð og virksemi. Uppskotið inniber eisini, at síggjast kann hvør letur fíggjarligan stuðul. Men fáa politiskir flokkar og valevni í heila tikið meira stuðul enn tað flokkarnir játta sær sjálvum á fíggjarlógini til politiska upplýsing Tað skal vera lættari at fáa innlit í hvør fíggjar valstríðið hjá flokkum, løgtingslimum og valevnum, heldur Kristina Háfoss, tingkvinna fyri Tjóðveldi, ið hevur lagt eitt uppskot fyri tingi, ið skal broyta hetta. Men meirilutin í Rættarnevndini mælir til at fella uppskotið. Og í útvarpsstovuni vóru Ingilín Strøm, Sirið Stenberg, Christan Andreasen og Erhard Joensen, øll limir í Rættarnevndini, komin at kjakast um málið. Harumframt hoyra vit frá Hallberu West, stjórnmálafrøðingi, og Jóannes Eidesgaard, politiskum eygleiðara. Veiðuloyvi Fiskimálaráðið upprættaði eitt nýtt fiskiloyvi til línuskip í januar í ár, so reiðaríið Deep C Fishing eisini kundi fáa av teimum 4000 tonsunum av makreli, sum var býtt út í december hetta hóast ráðið áður hevur staðfest, at reiðaríið ikki átti rætt til fiskidagaloyvið Men sambært Jacob Vestergaard, landsstýrismanni í fiskimálum, er talan um, at aðalráðið hevur rættað eitt mistak. Uppstillingarval Bernie Sanders vann, Pete Buttgieg gjørdist nummar tvey, Amy Klobuchar tók øll á bóli og Joe Biden floppaði. Sostatt hava Bernie Sanders og Pete Buttgieg lagt seg á odda í valstríðnum, men kann enn roknast við Joe Biden Saman vit Regin Winther Poulsen, ið er staddur í USA, lodda vit dýpi í demokratiska undanvalinum, aftaná nøkur óvæntað úrslit í New Hampshire. Luttakarar Jacob Vestergaard, Regin Winther Poulsen, Hallbera West, Jóannes Eidesgaard, Ingilín Strøm, Sirið Stenberg, Christan Andreasen og Erhard Joensen. Marjun Dalsgaard, Tróndur Olsen og Símun Christian Olsen gjørdu sendingina. Hallur av Rana var redaktør og Øssur Egholm teknikari. Bernie Sanders gjørdist sigursharrin á undanvalinum hjá Demokratiska flokkinum í New Hampshire, lítla statinum í landnyrðingspartinum av USA, týsdagin. Eftir úrslitini í Iowa og New Hampshire verður Bernie Sanders nú av mongum mettur at verða favorittur at gerast forsetavalevni hjá demokratunum. Komandi undanvalini í Nevada og South Carolina fara at avgera, um royndin hjá Joe Biden at gerast demokratiskt forsetavalevni framvegis er lív laga, sigur Regin Winther Poulsen, sum lesur politiskan journalistikk á Columbia University í New York Líniloyvið hjá felagnum Deep C Fishing, sum eigur línuskipið Borðoyanes fyrr Mascot, hevur fingið eitt línuloyvi, sum er upprættað í januar í 2020. Felagið hevur 1,4 fiskidag og er millum feløgini, sum hava fingið 190 tons av makreli tillutað í januar. Danski fólkaflokkurin legði herfyri uppskot fram á fólkatingi um, at bæði føroyingar og grønlendingar skulu hava herskyldu. Eitt líknandi uppskot frá Danska fólkaflokkinum fall í fólkatinginum í 2016. Samgongan hevur sett sær fyri, at føroyskir myndugleikar skulu tryggja sær størri innlit í og ávirkan á øll uttanríkispolitisk mál, trygdarpolitisk mál og verjupolitisk mál, sum hava týdning fyri Føroyar, segði løgmaður eisini. Fíggjarnevndin tosaði við øll í landsstýrinum uttan Jacob Vestergaard, tá hon viðgjørdi uppskotið hjá løgtingsgrannskoðarunum um at samtykkja landsroknskapin fyri 2018 við viðmerkingunum, sum eru um at fáa viðurskifti í rættlag. Men nógv er eftir at fáa í rættlag, og Fíggjarnevndin sigur, at løgmaður eigur at seta landsstýrisfólkunum tíðarfreistir fyri, nær hesi viðurskifti skulu fáast í rættlag. Frá 30.juli til 19.august skulu Magnus Heinason og Jakup Sverri gera yvirlitstrolingar á landgrunninum saman, so til ber at samanbera skipini. Eru vit fleiri, sum liva í parlagi, har vit eiga tíni, míni og kanska eisini okkara børn, sum kundu hugsað okkum, at fingið ráðgeving til tær avbjóðingar, sum av og á kunnu stinga seg upp hesum viðvíkjandi Tað eru nógv atlit at taka, tá fleiri nýggj fólk koma í familjuna, og ofta kann tað vera trupult at fóta sær, heldur Brynhild Bláhamar. Fregnartænasturnar í Russlandi og í KIna leggja seg alsamt meira út í viðurskiftini í londunum, sum meira eru at samanbera við einaveldi, segði herovastin. At Russland ger vart við seg, var serliga sjónligt, tá landið í fjør skipaði fyri stóru venjingini, Ocean Schiled. Tá sendi landið meginpartin av sínum herflota í Norðsjógvin og í Norskahavið, so eingin ivi er um, at landið er ført fyri at gera nógv um seg, segði herovastin. Í desember kom fram, at Russland er farið at byggja eina herstøð í Frans Josefs landi, har pláss eisini skal vera fyri flogførum. Tí er eingin ivi um, at Russland brynjar seg í Arktis, segði Morten Haga Lunde. Hann vísti eisini á, at Kina hevur sett sær fyri at vera líka sterkt sum USA á hernaðarliga økinum í 2050, samstundis sum landið ætlar at vera fremst á talgilda økinum. Tað segði landsstýriskvinnan í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, í løgtinginum í gjár. Hon ætlar at kanna málið nærri. Jan Petersen, stjóri í partafelagnum Christiani í Grótinum, sigur við Portalin, at reiðaríið umhugsar møguleikan at byggja nýtt skip fyri verandi Christian í Grótinum, sum er bygdur í 2003. Verandi Christian í Grótinum, sum sambært Teyggjuni fyrstu ferð varð skrásettur í Føroyum í 2013, hevur kølitangar, men ikki verksmiðju. Norðborg hevur verksmiðju. Við Portalin sigur reiðaríið, at enn er støða ikki tikin til, um ein møguligur nýbygningur verður kølitangaskip ella verksmiðjuskip. Í døgunum 1. til 10. februar vóru føroyskir fótbóltsvenjarar á ferð Í Rio de Janeiro, har teir vitjaðu ymisk fótbóltsfeløg, umframt at teir hava sæð heilt fitt av fótbóltsdystum. Eli Hentze er júst settur sum hjálparvenjari á føroyska A landsliðnum. Saman við nýggja landsliðsvenjaraninum, H kan Ericson, eru fyrireikingarnar farnar í gongd. Farmaskipið Hasfjord, sum er keypt í Noregi, er klárt at fara til Føroya. Tað skal bara hava seinastu góðkenningina, áðrenn tað loysir. Hilmar Eliasen, stjóri á Strandfaraskipum landsins, hevur sagt, at ætlanin er at royna Hasfjord og Teistan saman, áðrenn Spógvin verður tikin úr Hestsiglingini Rutt í svørðin, følv, sporsnjógvað, øklakavi, stórkavi. Fonn, skalvur. Fannir eru har, sum vindur hevur sópað kavan saman ofta á sløttum . Skalvar eru heldur í brekkum og brattlendi, hanga ofta útyvir. Umframt orðið kavi hava vit snjógvur og samansetingar við snjó snjóhvítur, snjóhara. Og mjøll, sum er turrur, leysur kavi sami uppruni sum mjøl og melheyggjar ella mølheyggjar. Øll trý orð kend úr norrønum og grannamálum okkara. Vit hava eisini onnur orð enn frost og ísur, tá tað frystir gler, og gellifrost. Turrafrost, rímfrost. Og sum avfall kavaflykrur, kava av møkum, vátaslettingur, heglingur, kavarok. Veðurlagsbroytingarnar hava ikki stórvegis áhuga millum heimsins lond. Tað mátti ST staðfesta, tá greitt var, at bert trý lond boðaðu frá sínum arbeiði á veðurlagsøkinum. Freistin fór um vikuskiftið. 187 lond skrivaðu annars undir veðurlagsavtaluna í París í 2015, og tá varð samstundis gjørt av, at londini fimtahvørt ár skuldu boða ST frá, hvussu tað gongst við veðurlagspolitikkinum. Noreg hevur sett sær sum mál at minka um útlátið av veðurlagsgassi, og at fáa grøna orku til vega eftir somu málum, sum ES hevur sett sær. Men Noreg vil ikki bíða eftir ES, og boðaði ST frá, at landið ætlar at minka um útlátið við eini helvt, kanska við 55 prosentum til 2050. Hóast ES setti síni mál út í kortið í desember, so boðar ES nevndin frá, at samveldið neyvan klárar at halda freistina. Tað er úrslitið, eftir at londini í ES eru farin at tosa saman um veðurlagspolitikkin. Tað er greitt, nú bankin hevur boðað keypsskálanum frá, at Stine Bosse, sum hevur verið forkvinna í nevndini, stillar ikki uppaftur á næsta aðalfundi. Í Breddanum í dag hyggja vit at tíðini hjá Stine Bosse í BankNordik, og meta um, hvussu tað hevur eydnast at henni at røkka tey mál, ið hon setti, tá hon tók við sum nevndarforkvinna í bankanum í 2015. Breddin varpar eisini ljós á Washington eftir eina hendingaríka viku, í kjalarvørrinum av, at Donald Trump bleiv fríkendur í ríkisrættarmálinum. Tjóðveldi hevur lagt eitt uppskot fyri tingið um at víðka um lógina, so hon eisini fevnir um almenn partafeløg. Lagt er tó uppfyri, at lógarbroytingin skal ikki ávirka kappingarførið hjá almennu partafeløgunum. Í januar í 1969 tók Janus Mohr upp dans í Avhaldshúsinum í Vík. Esbern Jacobsen skipar á teimum flestu upptøkunum, sum Janus hevur latið Kringvarpinum. Hetta eru tær einastu upptøkurnar, sum Kringvarpið hevur við Esberni sum skipara. Esbern var undangongumaður í dansinum í Vík í 50 og 60 árunum. Hesum greiða einkjan, Johild, og teir báðir víkarmenninir, Hans Dávid Vík og Dávur Emil Samuelsen frá. Vit hoyra fólk í Vík kvøða brot úr Havið gott stev, Grindavísuni, Grettiskvæðnum, Brúðarvísuni, Brókatátti, Leivskvæðnum og annars Stolt Signhild og Sinklars vísu. Stolt Signhild og Sinklars vísa eru í fullari longd. Brotið úr Grettiri skipar Dávur Emil. Tað er greitt, nú bankin hevur boðað keypsskálanum frá, at Stine Bosse, sum hevur verið forkvinna í nevndini, stillar ikki uppaftur á næsta aðalfundi. Kunngerðin um vinnuligar royndir og verkætlanir, sum hava við sær menning, nýskapan og virðisøking í at gagnnýta uppsjóvarfisk, er gjørd. Sambært lógini um sjófeingi kann landsstýrismaðurin áseta nærri reglur um mannagongd og treytir í sambandi við umsóknir, og landsstýrismaðurin kann í loyvinum áseta treytir um fiskileiðir, veiðihættir, tíðarskeið og annað. Stine Bosse letur væl at gongdini í BankNordik tey árini, hon hevur verið forkvinna, hóast kursurin er lægri nú, enn tá hon tók við. Á skránni eru veðurlagsbroytingarnar kring Arktis, har myndir og frásagnir frá myndamanninum, Christoph Ruhsam, og frágreiðing frá Wolfgang Schoner, professara, fara at lýsa støðuna. Bill Justinussen, løgtingsmaður, at greiða frá fundum um Arktis, sum hann hevur verið við til í politiskum norðurlendskum arbeiði. Njál Djurhuus fer at greiðir frá lívsleið síni, Jógvan Arge greiðir frá ferðini við Karin K til Eysturgrønlands í 1959, og Kári P. Højgaard greiðir frá útróðri við maskinbáti og umstøðum í Ravnoynni í 1969. Mikukvøldið klokkan 19 verður fiskivinnuting, har formenninir í politisku flokkunum vera við. Fiskivinnutingið verður eisini sent í Kringvarpinum. 47 prosent av teimum, sum komu og fóru um flogvøllin í fjør, vóru útlendingar. 53 prosent vóru føroyingar og føroyingar, sum búgva uttanlands. Vága floghavn sigur, at hóast skipanin byggir á sjálvbodna skráseting, má hon metast at vera neyv. Tí ferðafólk sleppa bara gjøgnum trygdarkanningina við at trýsta á ein skíggja, har tey upplýsa landið, tey búgva í. Hóast útboðið at flogsetrum er vaksið, síðani SAS fór at flúgva millum Vágar og Keypmannahavn, vísa tølini hjá Vága floghavn, at tað hevur ikki havt neiliga ávirkan á ferðandi við Atlantic Airways. Regin I. Jakobsen sigur í tíðindaskrivi, at heldur enn at køkan bara er skorin øðrvísi, bendir alt á, at køkan er vorðin størri, sum hann tekur til. Regin I. Jakobsen sigur, at nú gistingarmøguleikarnir veksa, veksur trýstið eisini á floghavnina, og neyðugt er at byggja ferðafólkafarstøðina út sum skjótast. Kristoffur greiðir frá síni persónligu og tónleikaligu bakgrund og frá søguni um Kris Stuff studio, ið hevur verið til síðan 2004. Sangir í sendingini Mark the Messenger Phantomine Jens Marni Hansen The Right Way Katrin á Borg Fading Lovehearrts Bjarki Hansen Eitt lítið tár í tøgnini Laila av Reyni You You Tamara Do Better Økið niðan fyri vegin í haganum á Velbastað, sum tunnilsfelagið hevur brúkt sum tyrvingarpláss til grótið úr Sandoyartunlinum, er um at verða fult. Fyri 30 árum síðani gjørdist hann blindur í einari ferðsluvanlukku. Fyri knøppum hálvum ári síðani bleiv hann valdur í Løgtingið. Í dag var Uni Rasmussen hósdagsgestur í Nón. Føroyingurin Rúni Weihe gevur í næstum út nýggja skaldsøgu á donskum á forlagnum Rosinante hjá Gyldendal. Vit fingu orðið á Rúna úr Keypmannahavn. Og so hugdu vit eftir onkrum av tí sum hendir á mentanarøkinum næstu dagarnar. Skemti sendirøðin Klovn má vera ein tann mest vælumtókta danska sendirøðin nakrantíð. Eisini føroyingum hevur dámt væl at krympa tær og flent í kíki eftir mongu vónleysu upplivingunum hjá Frank og Casper. Tey flestu vórðu tikin á bóli, tá leikstjórin Boong Joon ho og filmurin Parasite vunnu heili 4 Oscar virðislønir seinasta sunnukvøld í Los Angeles, men Boong Joon ho er als ikki ókendur í altjóða filmsheiminum. Hann hevur fingið nógva viðurkenning og fleiri virðislønir fyri filmar sum Memories of a Murder , The Host , Mother og Snowpiercer . Tí var tað kanska ikki so løgið, at Parasite bæði megnaði at vinna gyltu pálmarnar í Cannes og Oscars hetta filmsárið við filminum Parasite . Adam Sandler er mest elskaður og hataður fyri sínar mongu skemtifilmar og skemti sendingina Saturday Night Live, men í 2002 tók hann øll á bóli við einum rimmar sjónleikaraavriki í dramafilminum Punch Drunk Love eftir Paul Thomas Anderson. Nú, 17 ár seinni, hevur Adam Sandler so aftur ein álvarsaman leiklut í ørkymlandi dramafilminum Uncut Gems . Tað eru beiggjarnir, Josh og Benny Safdie, sum hava leikstjórnað og skrivað handritið til filmin. Hann var ein av teimum sum bleiv ákærdur, eftir frágreiðingin hjá Roberti Mueller, um russisku ávirkanina undir valstríðnum í 2016, varð almannakunngjørd. Roger Stone varð funnin sekur í sjey ákærum í november mánaði í fjør. Harímillum, at forða fyri kanningararbeiðinum, at lúgva undir avhoyringum og at royna at ávirka vitnir. Rumbli um Roger Stone, snýr seg um, at ákærar í málinum í vikuni mæltu til, at hann skuldi dømast millum sjey og nýggju ára fongsulsrevsing. Hetta tykist at vera fallið Donaldi Trump fyri brósti, tí týsnáttina, eftir at tilmæli frá teimum fýra ákærarunum kom fram, tvitraði Trump at tilmæli um upp til nýggju ára fongsul var ørvitistos. Ætlanin hjá Koks at byggja matstovu við Fossdalsgjógv er alt ov stór og víðfevnd, og hon ger seg inn á óspiltu náttúruna í økinum. Partaeigararnir í Bank Nordik hava fingið í alt 430 milliónir krónur í vinningsbýti seinastu fimm árini. Forkvinnan velur nú at leggja frá sær. Bankin stendir frammanfyri nýggjum avbjóðingum í einum heimi, har hann skal finna ein nýggjan leiklut. Hoyr millum annað eina longri samrøðu við Stine Bosse her. Breddin vendir sjóneyka móti Washington, aftaná eina hendigarríka viku í kjalarvørrinum av, at Donald Trump bleiv fríkendur í ríkisrættarmálinum. Atburðurin hjá forsetanum hevur vakt ans, aftaná at hann hevur lagt seg uppí arbeiði í amerikanska løgmálaráðnum. Alment innlit Lógin um alment innlit í almenna fyrisiting skal tryggja, at borgarar vita hvat skattapengarnir verða brúktir til. Tey almennu partafeløgini hjá landinum eru kortini ikki fevnd av hesi lóg, men tað verður møguliga broytt nú. Tjóðveldi hevur nevniliga lagt eitt uppskot fyri tingi, um at víðka um lógina, so hon eisini fevnir um almenn partafeløg. Hædd er tó tikið fyri, at tað ikki skal ganga út yvir kappingarføri hjá feløgunum. Undirtøkan tykist kortini ikki at vera fyri uppskotinum í løgtinginum. Umboð úr andstøðuni og samgonguni kjakast um málið. Stine Bosse Nevndin í Bank Nordik skal hava eina nýggja forkvinnu. Tað gjørdist greitt, tá Bank Nordik í morgun boðaði keypsskálanum í Keypmannahavn frá, at Stine Bosse ikki tekur við afturvali á aðalfundinum í vár. Tað eru fimm ár síðan, at Stine Bosse tók við sum stjóri í føroyska bankanum, og nú hon gevst metir hon, at hon hevur røkt teimum málum, ið hon setti sær, tá ið hon tók við sessinum. Luttakarar vóru Stine Bosse, Frederik Jensen, Christian Andreasen, Ruth Vang og Beinta Løwe. Sendingina gjørdu Marjun Dalsgaard, Símun Christian Olsen og Tróndur Olsen. Hallur av Rana var redaktørur og Kári Annand Berg teknikari. Tjóðveldi vil, at almenn partafeløg, so sum Atlantic Airways, Føroya Tele og Posta verða fevnd av lógini um alment innlit. Lógin um alment innlit er galdandi fyri alt virksemið hjá almennu fyrisitingini, men almennu partafeløgini eru ikki roknað at hoyra til almennu fyrisitingina. Tað er umráðandi, at borgarin hevur møguleika at hava eftirlit við, hvussu almennur skattapeningur og almenn partafeløg verða umsitin, og tí eiga øll almenn partafeløg at verða fevnd av lógini um alment innlit, stendur í viðmerkingunum til uppskotið. Men spyrt tú almennu partafeløgini, er lítil og eingin undirtøka fyri at víðka um upplýsingarskylduna. Beinta Løwe Jacobsen, uppskotsstillari úr Tjóðveldi, Ruth Vang úr Framsøkn og Christian Andreasen úr Fólkaflokkinum kjakast um evnið. Hetta er annar partur í eini sendirøð í trimum, sum snýr seg um føroyskar úrmælingar á altjóða gastronomiska pallinum. Hesaferð verður vitjað á matstovuni KOKS, har Poul Andrias Ziska er høvuðskokkur. Síðani ummæla vit ógvisliga Netflix filmin Uncut Gems . Adam Sandler spælir høvuðsleiklutin, og sum nakað øðrvísi, er hann í einum álvarsamum leikluti. Vit kenna hann annars best sum skemtara. Síðst, men ikki minst, ummæla vit Suðurkoreanska filmin Parasite , sum vann fleiri Oscar virðislønir til ársins Academy Awards í Los Angeles. Loyvi at fiska av uppsjóvarfiskinum, sum skjótt fer at bera til at søkja um, kunnu latast í samanlagt trý ár, tó í mesta lagi upp til eitt ár í senn. Tað stendur í uppskotinum um kunngerðina um vinnuligar royndir og verkætlanir, sum hava við sær menning, nýskapan og virðisøking í at gagnnýta uppsjóvarfisk. Sambært uppskotinum um kunngerð lýsir landsstýrismaðurin á hvørjum ári eftir umsóknum. Umsóknir skulu nágreiniliga lýsa eina vinnuliga roynd ella verkætlan, sum kvotan skal nýtast til. Í heildarmetingini verður dentur lagdur á, hvussu stóra fíggjarliga orku, umsøkjarin hevur tøka til vinnuligu verkætlanina ella royndina, og førleikarnar hjá umsøkjaranum. Fyrr var útlátið mátað eftir einum kanningarhátti, sum eitur NEDC. Men í lógini frá 2018 varð hetta broytt til kanningarháttin, sum eitur WLTP. Bilasølur hava nú gjørt vart við, at stórir vørubilar eru vorðnir nógv dýrari eftir lógarbroytingina. Munurin er millum 27 og 38 prosent. Endamálið við lógarbroytingini nú er eisini at tryggja, at landskassin ikki verður noyddur at endurrinda ov nógv kravt CO2 avgjald í mun til ætlanina, tá lógin varð samtykt 2008, sigur Fíggjarmálaráðið. Veðurávaringin er reyð, og tað hevur hon ongantíð verið fyrr. Serliga hevur veðrið verið ringt í Vestmannaoyggjunum og á Suðurlandinum. Her ber til at síggja kirkjur og bønhús í Føroyum. Tú kanst hoyra, hvussu klokkan ljóðar. Hetta eru upptøkur, sum KVF hevur gjørt gjøgnum árini. Michael Anthony Charles Johannesen, tónleikastjóri á G , kunngjørdi í morgunsendingini, at Robert Plant, sum bleiv heimskendur við bólkinum Led Zeppelin, kemur til Føroya í summar. 71 ára gamli sangarin, ið verður mettur millum teir størstu í rokksøguni, vitjar oyggjarnar við síni nýggju tónleikaverkætlan, Saving Grace. Eingin postur fer úr Føroyum til Kina í løtuni, tí ólag er á flogferðsluni tann vegin. Tað samband við, at nógv flogfeløg eru givin at flúgva til og úr Kina, nú Coronavirusið ger um seg har. Ungi spælskiparin hjá hoyvíkingum hevur gjørt fýra ára sáttmála við svenska meistarafelagið. Elias spælir tó kappingarárið í Føroyum liðugt, áðrenn hann flytir til Svøríkis í summar. John Hendrik Holm í Vági keypti 15. januar í ár 4.000 fermetrar av jørð í Saksun fyri 200.000 krónur frá Sunda kommunu. Ætlanin var at byggja fleiri summarhús. Sí innsløg í Degi og Viku og samrøður við Hilmar Høgenni, deildarstjóra í Umhvørvis og vinnumálaráðnum, og Heðin Zachariasen, borgarstjóra í Sunda kommunu, sum vóru gestir í sjónvarpsstovuni. Hvørji størv og hvørji áhugamál kunnu journalistar hava við síðuna av sínum arbeiði og eigur lurtarin ella hyggjarin at fáa at vita tað Public Service sáttmálin er avtalanum millum Kringvarpið og Mentamálaráðið. Nú skal nýggjur sáttmáli gerast og enn einaferð viðgera vit, hvat liggur í hugtakinum Public Service. Gestir Gerog L. Petersen, tíðindaleiðari KvF, Sveinur Tróndarson, journalistur, Jón Brian Hvidtfeld, formaður í Føroyskum miðlafólkum og Rógvi Olavson, samfelagsfrøðingur. Uni Rasnussen vitjaði í Nón hósdagin, har millum annað tosað varð um tær avbjóðingar, tað gevur at virka sum politikari, tá ein er blindur. Uppvøkstur, súkkling, renning, hundar, vøddamýking og annað var eisini umrøtt. Hoyrið samrøðuna her Soleiðis sigur Rúni Weihe, rithøvundur, sum hevur skrivað eina heilt serliga lítla skaldsøgu um at venda aftur til Føroya og síggja Føroyar uttanífrá. Talan er partvíst sum eina autofiktiva skaldsøgu, sum er skrivað á donskum. Rúni Weihe er útbúgvin arkitektur og rithøvundur. Hann er føddur í 1985, føddur og uppvaksin í Føroyum, men býr nú Keypmannahavn. Bókin, sum nevnist Bølger over det høje græs, er í tveimum. Fyrri parturin eru stuttir yrkingakendir tekstir, sum eru løtumyndir úr føroyska landslagnum. Seinni partur er ein ferðafrásøgn í dagbókastíli, har ein ungur maður, ið sum drongur fór av landinum við mammu síni, er komin aftur til Føroya at vitja pápa sín. Og so fer hann einsamallur við tjaldi gjøgnum føroysku náttúruna í tríggjar vikur. Bókin er eitt slag av heimstaðarskaldskapi, har støð og hendingar vekja minni. Ferðin er trilvandi, og bókin vísir aðrar síður av Føroyum, enn vit eru von at síggja. Tann vakra føroyska náttúran verður lýst erliga, við sínum grótbrotum og rustaðum bingjum. Vantandi játtan at hava Spógvan í sigling hevur við sær, at Strandferðslan noyðist at gera broytingar í siglingini um Skopunarfjørð. Ein onnur orsøk er altjóða reglur um arbeiðsdagar. Og reglurnar verða knýttar saman saman við hagtølum fyri túrarnar um Skopunarfjørð. Maðurin, sum herfyri varð frídømdur fyri at stoyta Red Bull á ein politist, er dømdur 50 daga treytaleysa fongsulsrevsing fyri at stjala eina luftbyrsu og ein kikara úr Búrøkt í Hoyvik. Tórshavnar Kommuna má fyrst taka støðu til, um byggisamtyktin fyri økið við Fossdal skal broytast, soleiðis at økið kann brúkast til annað enn landbúnað. Sjónleikarin Pernille Højmark fortelur um tíðina, tá pápi hennara tók lívið av sær. Pernille var 13 ára gomul, sjálvt um mamma Pernille var sálarfrøðingur, føldi Pernille ikki, at hon fekk hjálp at arbeiða seg burtur úr sorgini. Í einum svenskum skúla arbeiða tey við at venda fráveru til nærveru. Hvat skal til, um ein næmingur skal taka stigið og venda aftur Vit fylgja læraranum Mattias Pihl í støddfrøðitímanum. Í 1982 fór Max Weihe at arbeiða á trolaraskrivstovuni hjá KGH í Grønlandi. Starvsfólkini hjá KGH sum heild vóru 4500 í tali. Einahandilin rakk út í hvønn krók, men varð avtikin í 1985 86. Heimastýrið yvirtók framleiðslu og útflutningspartin 1. januar 1985. Har varð Max Weihe settur í starv sum fiskarídisponentur fyri trolararnar. Nakað skjótt fór hann til Føroya at royna eydnuna í aling, men var aftur í Grønlandi frá 1988. Nú stóð hann fyri at leggja til rættis á trolarakontórinum, til hann í 1990 fór til Harbour Grace at umboða Royal Greenland. Hann var umboðsmaður teirra í Kanada í tvey ár, og var síðani fimm ár umboðsmaður í Gloucester og Seattle í USA. Trý ár um boðaði Max eisini Royal Greenland í Føroyum. Orsøkin er, at Ternan, sum skal sigla við farmi á Kalsoyarleiðini týsdag og hósdag, meðan Sam er á beding, fær ikki siglt á Kalsoyarleiðini, tí kølivatnspumpan er í ólagi. Jenny C. Petersen hevur drúgvar royndir sum stjóri á Tjóðpallinum, har hon hevur sitið í 15 ár, og hon hevur eitt breitt innlit og tiltknýti til mentanarliga økið, umframt royndir og førleikar innan yrkisleiklistaliga økið, umsiting og framleiðslu av leikum, sigur Leiklistaráðið. Jenny C. Petersen hevur seinastu mongu árini eisini áhaldandi víst á úrslit á høgum listarligum støði, hevur megnað at seta á pall upprunaføroysk handrit og hevur verið við til at tryggja breið samstørv innan listarliga økið, sigur Leiklistaráðið. Í hesi tilgongdini er týdningarmikið, at stjórin hevur fingurin á pulsinum bæði politiskt og listarliga, og at stjórin somuleiðis tryggjar, at føroyski áskoðarin eisini hevur atgongd til dygdargóða list, sigur Leiklistaráðið. Fýra prestar kappast á Quiztinum hesuferð. Annað liðið verður mannað av Marjun í Kálvalíð og Bergtóri Hjelm Bjarkhamar, meðan hitt liðið verður mannað av Mariu Summers við Skipá og Jákupi Erlingssyni Petersen. Tvær kvinnur tvey lív. Tær eru báðar føddar í Føroyum í 1920 árunum. Fía Pedersen í Vestmanna og Astrid Miðskar úti í Svínoy. Tær koma báðar úr tryggum heimi og úr stórum systkinaflokki. Fortreytirnar fyri, at tær báðar fingu eitt lív, sum var líkt, vóru til staðar, men lagnan vildi tað øðrvísi. Í sendingini hitta vit Fíu og Astrid, har tær eru í dag 2005 . Astrid býr í Keypmannahavn og henni dámar list, vistfrøðiligan mat og gott vín. Sum ung valdi hon at fáa sær útbúgving og fara út at leggja verðina undir seg. Hon hevur millum annað arbeitt sum sjúkrasystir í Berlin og París og hon hevur eisini búð í Afrika í 3 ár. Fía, harafturímóti, býr framvegis í Vestmanna, og har hevur hon tað allarbest. Hon gongur í elsta bindiklubbanum í Føroyum og umframt at binda, so flenna tær hart næstan alla tíðina. Fía gongur eisini á bingo og vil helst møta upp hvørja ferð, bingo er í Vestmanna. Sendingin Tvær kvinnur tvey lív lýsir, hvussu ymisk tilboðini í lívinum eru, og hvussu ymiskt vit taka ímóti avbjóðingum. Gjørt sendingina hava Barbara Samuelsen, Hans Petur Hansen og Thomas Koba. Stóra finaluvikuskiftið í hondbóltinum byrjar við steypafinalunum hjá teimum vaksnu í dag, meðan steypafinalurnar í ungdómsdeildunum verða spældar í morgin. Í steypafinaluni hjá kvinnum bresta VÍF og H71 saman. Hjá hoyvíkingum er talan um ein serligan dyst, tí hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at kvinnurnar hjá H71 eru í steypfinaluni. Hinvegin er steypafinalan í morgin hin triðja á rað hjá kvinnunum úr Vestmanna. Hjá monnunum eru bæði liðini von við gull og steypafinalur. Mest vinnandi steypaliðið hjá monnum, Kyndil, er við fyri triðju ferð á rað, meðan H71 eftir eitt ára steðg aftur er í finaluni. Leygardagin klokkan 16 verður forvitnislig konsert í Høllini Hátún í Tórshavnar Musikkskúla. Tað eru næmingar úr Musikkskúla Miðnámi, sum fara at framføra tónleik, sum tey sjálv fara at komponera og improvisera seg fram til. Hoyr Torleik Mortensen, ein av lærarunum, greiða frá. Heitið á tiltakinum er Hettaher og tað er eisini navnið á duo ini hjá Torleiki og Andriasi Restorff. Teir báðir spæla konsertir og eksperimentera við elektronikki. Í verkstovuni í musikkskúlanum lata teir næmingarnar koma við inn í hendan heimin. Konsertin leygardagin er almenn og ókeypis Nýggj bóg er júst komin út við verkum eftir listamannin Tummas Jákup Thomsen. Talan er um tekningar við blýanti og tusch. Tað er Øssur Johannesen, listamaður, sum gevur út. Spurdur um, hví hann gevur bókina út, svarar Øssur, at Tummas Jákup er ein sermerktur listamaður, sum skapar original listaverk, tí er tað vert at varpa ljós á. Listaverkini fevna vítt, frá surrealistiskum tekningum, inspireraðar av Dali og Manet, til sjálvsmyndir og náttúrulýsingar. Umframt listaverkini er tekstur eftir Øssur Johannesen, sum er skrivaður við hond. Hoyr samrøðu við báðar listamenninar í 2014 lat hotell upp í nýggjum bygningi í Dr. Jacobsensgøtu í Havn. Tað var Páll Breckmann, sáli, sum lat Hotel Havn byggja. Tá ið Páll Andaðist í 2017, tók sonurin yvir og rak hotellið í eitt ár. Í 2018 yvirtók 62N hotellið. Matstovan Frumbiti til í veghæddini, men í august í fjør lat matstovan aftur, og hølini komu at standa tóm. Nú hevur 62N latið upp kaffistovu í hølunum. Navnið á henni er Karet , sum merkir eitt slag av hestavogni. Vikuskiftissendingin var á gátt í kaffistovuni at fregnast. Súsanna Vang, sum er stjóri á hotellinum, greiðir frá, at í gomlum døgum var ein verksmiðja har, sum hotellið nú er, Har vórður undirstell til hestavognar framleidd. Tað er frá hesum, at kaffistovan hevur fingið sær navnið Karet. Súsanna greiðir frá, at umframt kaffi hava tey ymsar heitar rættir, eitt nú eina eplasuppu, sum er borðreidd í einum bolla, sum er formaður sum eitt bróst Tað eru serliga gistingarhúsini í høvuðsstaðnum, ið merkja vøksturin. Og í hesum árinum verða gistingarmøguleikarnir meira enn tvífaldaðir, tá Hotel Brandan og Hotel Hilton fara at taka ímóti gestum, og Hotel Føroyar verður liðugt útbygt. Fiskivinnuráðið heldur bara, at kunngerðin skal siga greiðari, hvørjar kvotur, søkjast hann um. Tað stendur í grein 15 í lógini um sjófeingi. Lógargreinin sigur, at søkjast kann um 14,8 prosent av svartkjaftskvotuni, 8,7 prosent av makrelkvotuni og 8,7 prosent av norðhavssildarkvotuni til vinnuligar royndir og verkætlanir, sum hava við sær menning, nýskapan og virðisøking í at gagnnýta uppsjóvarfisk. Tað sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, sum hevur svarað spurningi frá Djóna Nolsøe Joensen, løgtingsmanni, um sorgarfarloyvi. Helgi Abrahamsen sigur millum annað, at aðrar skipanir starvsmannalógin, sáttmálar á arbeiðsmarknaðinum og dagpengaskipanin longu lofta syrgjandi foreldrum. Hann sigur tó, at ætlanin er at broyta barsilslógina, so at greið heimild fæst fyri at lata foreldrum pengar, tá barnið antin er deyðføtt ella doyr í barsilsfarloyvistíðarskeiðinum, sum er 48 vikur. Tunga ferðslan fer tó bara at brúka fyribilsvegin til 1. mars, tá íbindingin væntast at vera liðug. Í Trongisvági fer bergholsarbeiðið eisini at ávirka ferðsluna. Væntandi verður seinasta skotið latið av í summar, sigur Landsverk. Arbeiðið byrjaði 27. juni í fjør. Articon ger arbeiðið. Í verklagslógini eru 272 milliónir krónur til arbeiðið. Jú, tað er politisk útluting, tá landsstýrismaðurin tekur endaliga avgerð um umsóknir um kvotu til vinnuligar royndir og verkætlanir. Tað viðgongur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sum hevur gjørt uppskot um kunngerð um vinnuligar royndir og verkætlanir, sum hava við sær menning, nýskapan og virðisøking í at gagnnýta uppsjóvarfisk. At liðskiparin er áhaldin má sigast, tí hann søkti tríggjar ferðir og fekk noktandi svar, áðrenn hann at enda slapp við á liðið, men so hevur hann eisini verið har síðan. Spurningurin er, um Heidi hevur spælt hondbólt nærum einsamøll í Vági, ella um hon hevur verið í havsneyð við einans einari súpiskeið til hjálp Og hevur Kári megnað tvey ferðsluóhapp á sama túri, tí hann var so linur, ella hevur hann verið so harðligur við brekkaranum, at tað regnaði so illa á undirbúgvan, meðan hann sat á kummuni, at hann ringdi eftir løgregluni Hesar vóru søgurnar, sum Heidi Lava Elgeirsdóttir og Kári Mikkelsen høvdu við sær í útvarpsstovuna Rúni Juul er boðin til Kaffiduss. Aftaná luttakað Her Jacobsen, Theresa Turiðardóttir Kreutzmann og Rani Nolsøe í Kjakaríinum, og at enda pella Heidi Lava Elgeirsdóttir og Kári Mikkelsen fyri okkum. Eyðfinn Jensen og Elin Michelsen eru vertir. Landafrøði og arbeiðsloysi eru ikki við í treytunum fyri at fáa kvotu til vinnuligar royndir og verkætlanir, sum hava við sær menning, nýskapan og virðisøking í at gagnnýta uppsjóvarfisk. Tollurin kemur í gildi 18. mars, og er partur av drúgva handilsstríðnum millum USA og flogverksmiðjuna, skrivar amerikanska skrivstovan fyri handilspolititikk, USTR, í gjár. Fráboðanin kom bert fáar dagar eftir, at amerikanski forsetin, Donald Trump, segði, at nú var stundin komin at taka álvarsprát um handilsavtaluna við ES. Niðurstøðan hjá heims handilsstovninum, WTO, er, at ES stuðulin til Airbus er ólógligur, og felagsskapurin hevur givið USA heimild at svara aftur við at broyta tollásetingar fyri evropiskar vørur, fyri at fáa 7,5 milliardir dollarar í endurgjaldi. WTO hevur í líknandi mál um amerikansku flogverksmiðjuna, Boeing, sum er argasti kappingarneyti hjá Airbus, givið ES viðhald. ES hevur higartil ikki fingið heimild at hækka tollásetingarnar, skrivar NTB. Við dagførdu tølunum í dag eru í minsta lagi 1.523 fólk deyð av smittuni. Men hinvegin vísa tølini eisini, at 7.171 fólk eru vorðin frísk eftir at tey hava fingið COVID 19 virusið. Heilsumyndugleikarnir í Hubei landslutinum, har smittan varð staðfest fyrstu ferð í desember, upplýsa, at 2.420 nýggir tilburðir av COVID 19 eru staðfestir. Tilsamans í øllum Kina eru staðfestir 2.641 nýggir tilburðir seinasta samdøgrið. Nú eru 66.492 persónar smittaðir av COVID 19 visurinum í Kina, sigur almenna heilsunevndin í Kina. COVID 19 er nýtt slag av coronavirusi, og tað hevur breitt seg til meira enn 25 lond eftir at hon varð staðfest í Hubei landslutinum í desember. Heimsheilsustovnurin, WHO, fer hetta vikuskiftið undir kanningar í Kina, skrivar Reuters. Ein bólkur av altjóða og kinesiskum granskarum skulu fáa greiðu á, hvussu virusið breiðir seg, og hvussu álvarslig sjúkan er. Fyrsti tilburður av COVID 19 er nú staðfestur í Afrika, og tað er í Egyptalandi, skrivar AFP tíðindastovan. Fyrsta deyðsfall í Evropa orsakað av COVID 19 er staðfest í Fraklandi. Fyrsti fólkið í Evropa, sum er deytt av sjúkuni, er ein 80 ára gamal kinesiskur ferðamaður, sum er deyður á sjúkrahúsi í Paris. Hann varð fyrr í hesum mánaðinum innlagdur saman við dóttir síni, sum tó ikki er í vanda fyri smittuni longur. Umborð á ferðamannaskipinum, Diamond Princess, sum liggur avbyrgt út fyri Tokyo í Japan, eru 67 nýggir tilburðir staðfestir, og sostatt eru nú tilsamans 285 fólk smittað umborð. AP tíðindastovan skrivar, at amerikanska sendistovan í Japan hevur sagt, at 380 amerikanskir borgarar, sum eru umborð á skipinum, verða flognir heim í morgin. Men Fiskivinnuráðið vil hava, at landsstýrismaðurin brúkar heimildina at geva undantak til avreiðingar í øðrum landi enn í Føroyum. Men Fiskivinnuráðið er ikki samt um kvotuspurningin. Reiðarafelagið, Ráfiskakeyparafelagið og Ráfiskaseljarafelagið vilja hava eginkvotur. Føroyar er tað landið í Norðurlondum við lutfalsliga flestum størvum, sum eru í vanda fyri at fara yvir í sjálvvirkandi skipanir, so sum tólmenni. Hetta vísir frágreiðingin The State of the Nordic Region 2020, sum stovnurin Nordregio ger fyri Norðurlendska ráðharraráðið annaðhvørt ár. Starvsmannafelagið skrivar, at 38,7 prosent av størvunum í Føroyum verða í frágreiðingini mett at vera í stórum vanda fyri at gerast sjálvvirkandi innan fá ár. Starvsmannafelagið skrivar við frágreiðingini hjá Nordregio sum keldu, at føroyingar eru framvegis arbeiðssamasta fólkið í Norðurlondum. Italska tíðindastovan, ANSA, skrivar, at Berlusconi er ákærdur fyri millum annað geva einum vitni pening fyri at fáa viðkomandi at geva falska frágreiðing. Formaðurin í Forza Italia skal hava rindað klaverleikaranum, Danilo Mariani, pening fyri at nokta fyri at sex veitslur hava verið heima hjá Berlusconi. Ákæruvaldið krevur, at Danilo Mariani verður dømdur 4 ár og seks mánaðar fongsulsrevsing. Málið er eitt av fleiri, sum stavar frá ákærunum móti Berlusconi, um at hann skal hava havt kynsligt samband við ómynduga prostitueraða gentu, sum er kend undir navninum Ruby hjartatjóvurin . Berlusconi skal eisini hava rindað kvinnum, sum vóru við í sonevndum bunga bunga veitslum, eisini Ruby hjartatjóvi pening afturfyri at tær lúgva um tað, sum hendi í hesum veitslunum. Berlusconi varð fríkendur fyri at hava rindað Ruby Hjartatjóvi fyri kynsligt samband meðan hon var ómyndug, tí dómarin metti, at Berlusconi kundi ikki vita, at hon bara var 17 ára gomul, skrivar AFP. Leivdirnar av tilsamans 6.032 offrum umframt túsundtals patrónir eru grivnar upp, sigur formaður fyri nevndini, Pierre Claver Ndayicariye. Hertøka í hjálandatíðini, borgarakríggj og áratíggju við hópdrápum eyðmerkja fortíðina hjá eysturafrikanska landinum. Fólkabólkar í landinum eru hutu, sum er meiriluti í landinum og so tutsi minnilutin. Etniska ósemjur vóru orsøkin til borgarkríggið, sum byrjaði í 1993 og helt á í 10 ár. Meira enn 300 túsund fólk lótu lív í krígnum. Í 2014 setti stjórnin eina nevnd, sum skuldi kanna valdsgerðir og hópdráp frá 1885, tá fremmand komu til Burundi, og fram til 2008, tá ein partvís friðaravtala eftir borgarakríggið kom í gildi. Í 2015 brast ófriður á aftur, tá Pierre Nkurunziza, sambært andstøðuni, stillaði uppaftur til triðja forsetaskeið sítt, og tað segði andstøðan verða í stríð við grundlógina. Tað gekst væl hjá Elton John í nítiárunum. Tónleikurin frá Lion King filmætlanini ljómaði í nógvum londum og vanligu poppútgávurnar, The One, Made in England, og so henda, The Big Picture, vórðu seldar til Top 5 í flestu londum við hagtølum. Elton John var veruliga komin afturíaftur ikki síðan sjeytiárini høvdu ummælararnir verið eins hugtiknir av verkum hansara. Spenningurin helt sær til tað seinasta í kvinnufinaluni millum H71 og VÍF. Liðini fylgdust so at siga allan dystin, men vestmannakvinnur máttu vera spælskiparan Agnas Olsen fyri uttan frá miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og tann smeiturin gjørdist teimum dyggur, tá alt kom til alt. Hoyvíkskvinnur runnu undan tað mesta av seinna hálvleiki, og tá avtornaði vann H71 við einum máli, 24 23. Sostatt hevur H71 tryggjað sær fyrsta steypasigurin hjá kvinnum í søgu felagsins. Hjá monnum var eisini spenningur í finaluni millum H71 og Kyndil, sum megnaði at elta hoyvíkingar inntil seinasta fjórðing av dystinum. Tá gav fysiska styrkin og breiddin hjá H71 avkast, og teir tryggjaðu sær eina greiða leiðslu seinastu løtuna. Dysturin endaði 23 19 til H71, sum sostatt fekk fulla úrtøku í báðum finalunum. Hoyvíkingar eru sum heild sera væl umboðaðir í steypafinalunum í hondbólti hetta vikuskiftið. Av teimum 12 steypafinalunum í vaksnamanna og ungdómsdeildunum, er H71 við í 10. Tey eiga enntá bæði liðini í finaluni hjá dreingjum 10 ár. Arbeiðið, sum nú verður gjørt við vesturskýlinum, er síðsti liður í, at Tórsvøllur skal røkka ásetingini fyri leikvøllir til altjóða landsdystir. Tað er tann sonevnda category 4 . Hetta arbeiði kostar 144 millionir krónur. Av hesum rindar Tórshavnar kommuna 63 milliónir, evropeiska og altjóða fótbóltsambondini UEFA og FIFA rinda tilsamans góðar 70 milliónir og Fótbóltssambandi sjálvt smáar 11 milliónir. Í formansfrágreiðingini upplýsir FSF forsetin, at tá Tórsvøllur er liðugt útbygdur, hevur samlaða útbyggingin kostað umleið 270 milliónir krónur. Filmurin Hví eru vit her vann í gjárkvøldið Geytan, sum er føroyska filmsheiðurslønin. Umframt heiðurin fær vinnarin 30.000 krónur. Filmurin, sum Búi Dam og Dánjal á Neystabø hava gjørt, vann heiðurin í kapping við tilsamans 20 filmar, sum komu inn til kappingina hesaferð. Átta teir bestu vórðu vístir á Geytakvøldinum í Norðurlandahúsinum í gjárkvøldi, har eisini ársins Geytavinnari var avdúkaður. Og besti føroyski filmur í ár eitur Hví eru vit her. Umframt sjálvan Geytan varð ein áskoðaravirðisløn eisini latin í gjárkvøldi. Hana fekk Gudmund Helmsdal fyri filmin Trøllabeiggi . Vinnarin fær 25.000 krónur. Kjakfundur frá Búnaðarstevnuni, ið var hildin á Skúlatrøð í Klaksvík. Kjakast verður um samstarv, menning og fíggingarmøguleikar og annað, nú jarðareigarar og fyrisitarar hava tikið stig til at finna eina loysn upp á trupuleikan at samantvinna ferðavinnu og landbúnað. Pallborðsluttakararnir eru Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, Gutti Guttesen, røktari og ferðasmiðir og John Mortensen, Jarðir. Eisini eru viðmerkingar frá áhoyrarum í salinum. Orðstýrari er Jón Brian Hvidtfeldt, journalistur. Neyðugu royndirnar eru gjørdar, og næsta stigið er at fáa eitt sonevnt datablað uppá ullina, soleiðis at keyparar vita niður í smálutir, hvat tey fáa, sigur Óli Kristian á Torkilsheyggi, stjóri í Navia. Fyrrverandi løgtingsmaðurin brúkti bara føroyska ull at bjálva við, tá hann fyri nøkrum árum síðani setti gomlu Gráasteinshúsini í Saltnesi í stand. Tilsamans koma okkurt um 70 tons av ull av føroysku seyðunum um árið. Men langt frá alt verður gagnnýtt. Í fjør tók Búnaðarstovan ímóti 27 tonsum, fyrraárið 26 tonsum, og í 2017 var eingin ullarmóttøka. Á einari av teimum niðastu hillunum var ein bók, ið var so reyð, at hon lýsti. Handbók fyri superhetjur stóð á rygginum á bókini. Lisa visti, at rættiligar superhetjur ikki vóru til. Samstundis tóktiskt tað eins og tosaði bókin við hana og bað hana taka seg upp og byrja at blaða í sær. Lisa trívist ikki í nýggja skúlanum. Nakrir dreingir happa hana, og hvønn dag flýggjar hon undan teimum og krógvar seg á bókasavninum. Ein dagin kemur hon fram á eina bók, ið er um, hvussu tú kanst gerast superhetja við teimum 101 kynstrunum, sum eru lýst í bókini. Kann hetta veruliga lata seg gera Elias V hlund skrivaði og Eyð Berghamar Steinbjørnsdóttir týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2019.Elin á Rógvi lesur og Høgni Fagraberg ger ljóðmyndina. Á einari av teimum niðastu hillunum var ein bók, ið var so reyð, at hon lýsti. Handbók fyri superhetjur stóð á rygginum á bókini. Lisa visti, at rættiligar superhetjur ikki vóru til. Samstundis tóktiskt tað eins og tosaði bókin við hana og bað hana taka seg upp og byrja at blaða í sær. Lisa trívist ikki í nýggja skúlanum. Nakrir dreingir happa hana, og hvønn dag flýggjar hon undan teimum og krógvar seg á bókasavninum. Ein dagin kemur hon fram á eina bók, ið er um, hvussu tú kanst gerast superhetja við teimum 101 kynstrunum, sum eru lýst í bókini. Kann hetta veruliga lata seg gera Elias V hlund skrivaði og Eyð Berghamar Steinbjørnsdóttir týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2019. Elin á Rógvi lesur og Høgni Fagraberg ger ljóðmyndina. Í sendingini hoyra vit tónleik fyri blásiljóðførissamansetingar. Tónaskøld so sum Joseph Horovitz, Bohuslav Martinu og Francis Poulenc. Tað setur stór krøv til hini londini, um búskaparliga gongdin í ES skal vera tann sama, sum hon hevur verið seinastu árini, tí Bretland var eitt av londunum, sum rindaði mest til samstarvið í ES. Enn eru londini í ES ikki samd um, hvussu bretski parturin skal fíggjast. Tað kann gerast við at hava lægri fíggjarætlan, ella at londini rinda meir til samveldið. Seinast, ES londini samdust um eina fíggjarætlan fyri sjey ár, var í 2013. Tá stóð táverandi bretski forsætisráðharrin fyri bretsku samráðingunum, og hann mælti til at fara undir at spara. Nú eru bretar ikki við, og tí mugu londini, sum vilja spara, sjálvi at taka sær av samráðingunum, og tað leggur stórt trýst á danska forsætisráðharran, Mette Frederiksen. Hon hevur longu boðað frá, at Danmark er farið saman við Svøríki, Hollandi og Eysturríki um at fáa ES at fara undir at spara. Londini hava mælt til, at útreiðslurnar skulu ikki hækka meir enn eitt prosentstig av bruttotjóðarúrtøkuni. Tað er væl minni enn tað, sum onnur ES lond tosa um. Onnur lond vilja hava, at fíggjarætlanin ikki hækkar, nú bretar fara burturúr, og tað eru alt viðurskifti, sum ES londini fara at umrøða í hesi vikuni, skrivar Politiken. Teir 400 amerikansku ríkisborgararnir, sum vóru í sóttarhaldi fyri coronavirus á ferðamannaskipinum, Diamond Princess, eru komnir heimaftur til USA. Tað skrivar BBC á heimasíðuni. Higartil eru 355 tilburðir av coronavirusinum staðfestir umborð. 40 amerikanskir ríkisborgarar eru smittaðir, og teir fáa viðgerð í Japan. Seinastu tølini vísa, at meira enn 70.000 fólk eru smittað, av teimum eru 58.000 í Hubei landslutinum. Coronavirusið, sum nú eitur COVID 19, hevur higartil kravt 1.700 mannalív. Hóast nøgdin av alifiski stórt sæð var tann sama í 2018 sum í 2012, so kostaði tað alarunum 18 milliardir krónur meir at ala laksin, sigur greinarin, Lars Daniel Garshol hjá Kontali, skrivar DN. Frá 2012 til 2018 hækkaði kostnaðurin at ala, úr 23,40 upp í 38,40 kr fyri hvørt kilo av laksi, og í fjør nærkaðist kostnaðurin 40 kr fyri kilo. Alarin, Fred Wilsg rd á Senja, sigur við DN, at tølini er burturvið, og hann heldur, at økti kostnaðurin kemur av stríðnum ímóti lús og øðrum sjúkum, og so eru krøvini eisini herd munandi. Hann vísir á, at tað eru ikki so nógv ár síðani, at søluprísurin fyri laks var 35 krónur fyri kilo. Nú er kostnaðurin av at ala laksin 40 k.r fyri kilo, so gongdin er als ikki nøktandi. At vøksturin í norsku alivinnuni er steðgaður, samstundis sum eftirspurningurin er vaksin, hevur havt við sær, at prísurin er hækkaður munandi, og tí hevur norska laksavinnan framvegis stóran vinning, hóast kostnaðurin er øktur, sigur Fred Wolsg rd. Umhvørvistrupulleikarnir hava havt við sær, at støddin á alda laksinum er lækkað 400 gramm fyri hvønn laks, úr 4,7 niður í 4,3 kilo frá 2012 til 2018, og tað gevur norsku alivinnuni seks milliardir krónur minni í inntøku. Norsku alararnir siga seg ikki merkja stórvegis til lús, fyrr enn fiskurin fer upp um 3 kilo, og tí eru útlit til, at laksurin í framtíðini verður tikin fyrr, fyri at sleppa undan lúsini. Fíggjarnevndin í Sunda kommunu fer klokkan fimm í dag at taka støðu til, um eitt 4.500 fermetrar stórt lendi í Saksun skal bjóðast alment til sølu. Tað var í síðstu viku, at tað kom undan kavi, at Sunda kommuna hevði selt lendið undirhonds til eitt felag undir stovnan at byggja summarhús á. Heðin Zachariassen, borgarstjóri í Sunda kommunu, hevur viðgingið, at tað var eitt mistak, at økið ikki varð boðið út alment, og tí verður fundur í fíggjarnevndini í dag. Í fjør vaks útflutningurin av laksi 700 milliónir krónur, og útflutt varð fyri meir enn fýra milliardir krónur. Tað er tað mesta nakrantíð, vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni. Útflutningurin av laksi var 69.000 tons, og tað vóru 2.000 tons meir enn í 2014, sum var higartil besta árið til útflutning av laksi. Útflutningurin av sild setti eisini met í fjør. Úttflutt vórðu 122.000 tons fyri 745 milliónir krónur, vísir uppgerðin hjá Hagstovuni. Hedvig Westerlund Kapnas tók við sum stjóri á Føroya Fólkaháskúla fyri fýra mánaðum síðani, eftir at hava verið í Finlandi og arbeitt nøkur ár. Í Nón týsdagin vitjaði hon í útvarpsstovuni, har hon millum annað greiddi frá komandi várskeiðunum á skúlanum, komandi broytingum og eitt sindur um lív sítt. Matstovan KOKS fer væntandi at varðveita báðar sínar stjørnur, men kanska eisini fáa eina nýggja grøna stjørnu, tá Michelin stjørnurnar verða handaðar í Tróndheimi klokkan 17 í dag. Í 2009 var innflutningurin 4,2 milliardir krónur, so hann er nærum tvífaldaður eftir 10 árum, sæst í uppgerðini. Í 2009 minkaði innflutningurin nógv, av fíggjarkreppuni. Leygarkvøldið var Geytakvøld í Norðurlandahúsinum. Í alt 20 filmar vórðu sendir inn til kappingina av teimum vórðu 8 filmar valdir út at kappast um Geytan. Vinnarin gjørdist filmurin Hví eru vit her , sum Búi Dam og Dánjal á Neystabø hava gjørt saman við einum stórum liðið av filmsfólkum. Umframt tey bæði mátini, søga og tøkniligt avrik, er eitt triðja mát hjá dómsnevndini, hvussu filmiskt frásøgusnildni er nýtt. Heilt frá byrjan síggja vit eina filmiska referansu til kanska kendasta filmin á okkara leiðum, Sjeynda seglið , hjá Bergmann. Filmurin har telvarin dystast við deyðan. Umframt hesa referansu spælir filmurin sær eisini stevfast við slapstick sjangruna. Eingin í dómsnevndini kann seta ein fingur á nakað í hesum floygda og fullbúna filmi, sum greiður og avsluttaður kemur inn á fyrstaplássið. Hóast partur av størri heild, loysir vinnarafilmurin til fulnar ta gátu, hann í útgangspunktinum setur sær fyri at loysa Tað er spurningurin um tað, sum klokkan mátar, tíðina, og hvar tey sum fara, fara. Og hvat hendir, tá tann sum fer, ikki hevur rætta kuffertið við sær og tí kemur aftur at avgreiða viðurskiftini við barnið í søguni, sum eisini er ein vaksin, og tá fær rætta kuffertið og tí kann fara at fara. Tøknin, visuellu rúmini, dialogurin og leikararnir skapa eina so hugtakandi heild, at hóast eksitentielli filmurin er ætlaður børnum, er hann eins brúkiligur til vaksin. Geytavirðislønin á 35.000 krónur er stuðlað av Runavíkar kommunu, og Áskoðaravirðislønin á 25.000 krónur er stuðlað av Tórshavnar kommunu. Landssjúkrahúsið hevur eina konsulentskipan við seks serlæknum í neurologi, og konsulentskipanin tryggjar, at serlæknar í neurologi eru á Landssjúkrahúsinum 32 vikur um árið. Frammanundan komu teir 16 vikur um árið. Tað hevur havt við sær, at medisinski depilin hevur stytt um bíðitíðirnar úr 10 mánaðum niður í tríggjar mánaðir, skrivar Landssjúkrahúsið. Landssjúkrahúsið hevur seinasta árið arbeitt miðvíst fyri at stytta um bíðilistarnar til serlækna í neurologi, ið fólk við neurologiskum sjúkum, sum til dømis Parkinson, scelerosu og epilepsi hava tørv á. Neurologiska viðgerðin er ein av mongu heimtøkunum, ið Landssjúkrahúsið áhaldandi arbeiðir við. At kunna bjóða føroyskum sjúklingum viðgerð í Føroyum, hevur alt at siga fyri sjúklingin, tey avvarðandi og sjúkrahúsverkið, sigur Landssjúkrahúsið. Tað er sera umráðandi fyri sjúklingin og avvarðandi at halda fast um og menna serøkið í Føroyum, og í dag megna vit at geva viðgerð á sera høgum stigii. Tað er avgerandi fyri heilsuverkið, at vit ogna okkum vitan og varðveita hana lokalt, sigur Steinar Eirikstoft, forstjóri í sjúkrahúsverkinum. Tá talan er um serliga kompliseraðar neurologiskar sjúklingar, hevur Landssjúkrahúsið samstarv við neurologiskar deildir í Danmark. Tørvurin er á arbeiðsmegi er ein støðug avbjóðing hjá limunum í Reiðarafelagnum fyri handilsskip. Tað er sera torført at fáa fólk til dagligu uppgávurnar, og handilsflotin verður sostatt eisini merktur av søguliga lítla arbeiðsloysinum í Føroyum. Tað segði Jens Meinhard Rasmussen, nevndarformaður, í frágreiðing síni til aðalfundin í Reiðarafelagnum fyri handilsskip fríggjadagin. Hann legði dent á, at tað hevur týdning, at Føroyar hava atgongd til somu marknaðir sum kappingarneytarnir. Felagið heldur, at ov lítið verður gjørt frá politiskari síðu. Serliga eru tað tvískattaavtalur og avtalur um cabotagusigling, sum vanta millum Føroyar og onnur lond, segði Jens Meinhard Rasmussen. Í nevndini fyri Reiðarafelagið fyri handilsskip eru Jens Meinhard Rasmussen, formaður, Hentzar Steingrímsson, næstformaður, og nevndarlimir eru Gunnbjørn Joensen, Rúni V. Poulsen, Jónas Sigmarsson, Sjúrður Johansen og Bogi P. Nielsen. Norðurljóð. Vitjað verður fyrst á skaðastovuni og G1 á Landssjúkrahúsinum í Havn, har tey altíð skulu vera klár at taka ímóti og vera tilbúgvin, um vanlukkur henda. Sjúkrarøktarfrøðingarnir Sólrun Joensen og Jensia Højgaard Kjærbæk og ungi læknin Hjørdis Mohr greiða frá arbeiðnum. Síðani verður farið niðan í Mjørkadal, har Edvard Olsen, fangavørður, sjálvur annar er á náttarvakt og hann vísir runt í húsinum. Har er friðarligt um náttina. Umborð á flakatrolaranum Gadusi við bryggju í Klaksvík hevur Johan Mørkøre vakt. Hann sigldi við Gadusi, men mátti gevast eftir at hann fekk stóran skaða av eldi. Johan er fegin um at hann varð biðin um at halda vakt umborð um náttina meðan Gadus er heima. Klaksvíkingurin Jákup Eli Hansen, sum hevur verið vaktarmaður hjá Ansni í meira enn 13 ár, greiðir frá sínum arbeiði um náttina. Hann hevur vaktarhald á virkjum og aðra bæði í Klaksvík og í Eysturoynni. 26 fólk vaska hvørja nátt stóru og væl útgjørdu framleiðsluhøllina á nýggja laksavirkinum hjá Bakkafrost á Glyvrum. Og heilsukrøvini eru strong. Hvønn morgun skal eitt eftirlit góðkenna úrslitið av vaskingini, áðrenn framleiðslan verður tikin uppaftur. Allan Sólsker, Kaja Hansen og Hallur Gunnarstein Hansen greiða frá arbeiðnum at vaska. Og at enda í sendingini eru vit á Eysturoyar Røktar og Ellisheimi í Runavík, har tríggjar kvinnur hava náttarvakt og ansa teimum 70 búfólkunum, sum búgva á trimum deildum. Tær hava hvør sína deild og hjálpast eisini at um neyðugt. Eyðdis Niclasen, Karin Elisa Svøðstein og Dagbjørt Johannesen greiða frá. Bjargingarlið úr Suðurnesi og manningin umborð á trolaranum, Sóley Sigurjóns, vóru við í bjargingini. Tey fingu ein enda í bátin og skuldu síðani sleipa hann til lands. Men maðurin umborð á lítla bátinum var útlúgvaður, og tí varð neyðugt at senda eitt av bjargingarfólkunum í gummibáti yvir til bátin at hjálpa manninum. Báturin varð síðani sleipaður inn Hafnarfjørð. Umstøðurnar vóru ringar til bjargingararbeiðið, og bjargingarátakið varð ikki liðugt fyrr enn klokkan 6 í morgun, skrivar mbl.is. Michelin stjørnurnar vórðu latnar fyrr í dag. Umframt at varðveita sínar tvær Michelin stjørnur, fekk føroyska KOKS eisini eina serliga grøna virðisløn fyri burðardygd. Og høvuðskokkurin, Poul Andrias Ziska, fegnast um at varðveita tær tvær stjørnurnar og at fáa eina grønan heiður afturat. Sjóvinnustýrið hevur ábyrgd av trygdini á skipum, og Hans Johannes á Brúgv sigur, at stýrið og Strandferðslan hava í felag skipað fyri, at óráð ikki verða tikin. Í Skopun liggur tað grót í innsiglingarleiðini hjá Teistanum. Hetta kann gerast ein trupulleiki, tí flytir grótið seg, ella legst tað meira afturat, so kann botnurin á Teistanum taka í. Landsverk var í síðstu viku í Skopun og gjørdi dýbdarmátingar, men tað viðraði ikki. Ætlanin er tí at royna aftur seinni í hesi vikuni. Hasfjord, sum Strandfaraskip landins hava keypt í Noregi, er nú á veg til Føroya. Sambært heimasíðuni vesselfinder.com verður Hasfjord í Havn hóskvøldið klokkan tíggju. Løgtingið fer í dag at atkvøða um lógaruppskotið hjá Tjóðveldi um, at politiskir flokkar og valevni skulu upplýsa, um tey fáa fíggjarligan stuðul frá fólki ella fyritøkum. Líkt er til, at uppskotið fellur. Meirilutin í Rættarnevndini, samgongan, tekur ikki undir við uppskotinum, tí tað kann gera, at eingin vil stuðla politiskum flokkum og valevnum. Eitt teirra er uppskotið um at strika nakrar elligamlar lógir, lógirnar um Vivisektioner, Ødelæggelse af Ravnenes Yngel paa Færøerne og um Hesteavlens fremme. Lógin um Ødelæggelse af Ravnenes Yngel paa Færøerne frá 1892 áleggur øllum jarðareigarum og jarðarbrúkarum at leita eftir og oyða ravnsins yngul. Lógin um Hesteavlens fremme er tann nýggjasta av teimum trimum, hon er frá 1931. Hon áleggur teimum, sum eiga ógeldar hestar, at sýna teir fram á hestasýning. Har skal ein Hingste bedømmelses kommission gera av, hvussu nógvir greðingar kunnu vera í hvørjum øki. Í hesari lógini eru Føroyar býttar í tíggju øki. Hini málinum í dag eru um at vátta faðirskap við talgildari undirskrift og um, at føroyskt skal vera rættarmál burturav í Føroyum. Ta avgerðina tók fíggjarnevndin í Sunda kommunu á fundi í gjárkvøldið.Men økið verður ikki lýst alment til sølu, fyrr enn endaliga niðurstøðan hjá Yvirfriðingarnevndini er komin. Kommunan gjørdi annars av at selja pf. Svartá undir stovnan økið fyri minni enn 220.000 krónur, uttan at bjóða økið út. Økið skuldi nýtast til at byggja summarhús á. Heðin Zachariassen, borgarstjóri í Sunda kommunu, viðgekk samstundis, at tað var eitt mistak, at lendið ikki varð boðið út í almennari sølu. Fríggjadagin var stór hátíðarløta í Veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum, tá Niels Danielsen, portørur, fekk Dronningens Fortjenestemedalju fyri at hava verið í starvi í samfull 40 ár. Humanity in Action Danmark hevur í ár valt at seta ríkisfelagsskapin á dagsskránna, og tí fer summarakademiið í Keypmannahavn næstu árini millum annað at snúgva seg um mannarættindaspurningar í føroyskum høpi. Skipað verður eisini fyri eini ferð til Føroyar í samstarvi við millum annað Setrið. Tí er neyðugt, at føroysk lesandi luttaka, so eisini Føroyar verða umboðaðar millum luttakararnar. Sostatt hava føroyingar tann fyrimunin, at fyriskipararnir raðfesta føroyska luttøku. Ókeypis summarakademi juni juli Á hvørjum ári skipar Humanity in Action fyri ókeypis útbúgvingarskeiðum, ið kallast summarakademi á enskum Fellowships . Summarakademiini vara í ein mánað og taka stað um somu tíð í Keypmannahavn, Sarajevo, Berlin, Amsterdam og Atlanta í USA. Umleið 30 altjóða lesandi fellows luttaka í hvørjum summarakademii. Skipað verður fyri fyrilestrum, verkstovum, kjakfundum, rundferðum og sosialum tiltøkum í samstarvi við førandi vísindafólk, miðlafólk, íverksetar, politikarar og øðrum. Tá skeiðið er lokið, fáa luttakararnir møguleika at royna nýggju vitanina í verki, við at gera sína egnu verkætlan Action Project , sum onkursvegna byggir á mannarættindaviðurskifti. Tað kostar einki at luttaka, men vanligt er, at nógv eru um boðið at fáa pláss. Til ber at søkja inn á akademi í øllum vertslondunum, og Humanity in Action veitir útlendskum luttakarum bústað. Tróndur byrjaði í stuttleika at leggja ymisk fakta út á sín egna vanga. Tað tóku fólk so mikið væl ímóti, at hann valdi at gera ein vanga til fakta burturav. Ein gistinátt er hvør einstøk nátt, sum fólk gistir í gistingarhúsi.Býr eitt fólk seks dagar á hotelli, er talan um seks gistinætur. Vøksturin í fjør var serliga tíðliga á sumri og seint á heysti. Góð 40 prosent av teimum, sum gista í gitingarhúsi, eru í arbeiðsørindum. Tann skjótt vaksandi ferðavinnan setir alsamt fleiri krøv til samfelagið, og nú merkja bøndur kring landið eisini størri áhuga fyri festijørðini. Áhugin hjá einum privatum felag at byggja summarhús í Saksun og hjá Gist og Vist at byggja nýggj hølir til Koks í Fossdali, eru nevniliga bara tveir av mongum fyrispurningum, ið Búnaðarstovan fær um keyp av lendi hjá bóndum. Tí hómast eisini eitt nýtt stríð millum kongsbøndurnar, ið varða av jørðini, og aðrar bólkar í samfelagnum, ið síggja eitt annað nýtsluvirði í jørðini. Men hvørjar eru mannagongdirnar, tá ið persónar ella feløg vilja keypa festijørð Er verandi skipan haldgóð, og hvørji atlit verða tikin, tá jørð verður seld Stjórarnir á Klaksvíkar sjúkrahúsi og Suðuroyar sjúkrahúsi hava at fingið at vita frá Heilsumálaráðnum, at forstjórin í sjúkrahúsverkinum, Steinar Eirikstoft, nú verður skrásettur sum stovnsleiðari fyri allar kontur hjá sjúkrahúsverkinum. Landstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, sigur í stuttari viðmerking, at hann sær ikki hetta málið sum eitt politiskt mál, men sum eitt umsitingarligt roknskapartekniskt mál, og hann vísir tí til aðalstjóran í Heilsumálaráðnum. Equinor hevur gjørt sáttmálar um tilsamans átta veitingarskip til oljupallar. Og her er Skansi sloppin upp í part føroyska reiðaríið hevur fingið sáttmálar fyri Sæborg og Tórsborg. Sambært oljan.fo er talan um arbeiði í átta mánaðir, frá mars mánaði at rokna. Eisini er møguleiki fyri at leingja sáttmálarnar átta mánaðir aftrat, upp í tilsamans 16 mánaðir. Jógvan Skorheim vísir á, at løgtingið hevur sligið fast við sjey tumma seymi , sum hann orðar seg, at Klaksvíkar og Suðuroyar sjúkrahús skulu hava sína egnu játtan og hvør sín stjóra sum hevur stjóraábyrgd. At taka fíggjaramboðið frá stjóranum, er tað sama sum at avtaka Klaksvíkar Sjúkrahús. Ein heimild, sum evsta vald í landinum, Føroya Løgting, hevur samtykt at verja, og nú landsstýrismaðurin svíkur sínar politisku skyldur, flytur ábyrgdin av hesum álvarsmáli uppaftur til okkara umboð á Føroya Løgtingi, skrivar Jógvan Skorheim. Sum borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu átali eg harðliga hesa framferð, sum umframt politiska leikin eisini er eitt grundleggjandi álop á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Hetta mugu tit, norðoya løgtingslimir, ikki lata henda, sigur Jógvan Skorheim. Beinir Johannesen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin og samgongutingmaður, tekur ikki undir við landsstýrismanninum í heilsumálum, sum hevur sagt, at málið um leiðslurnar á Klaksvíkar sjúkrahúsi og Suðuroyar sjúkrahúsi ikki er politiskt, men eitt umsitingarmál. Ein annar máti at rokna út CO2 útlátið hevur gjørt, at stórir vørubilar eru vorðnir dýrari, tí CO2 avgjaldið er vorðið størri. Broytingin kom í einari lóg frá 2018. Men fyri vørubilar kom hon ikki í gildi fyrr enn 1.januar í ár. Fyrr var útlátið mátað eftir einum kanningarhátti, sum eitur NEDC. Men í lógini frá 2018 varð hetta broytt til kanningarháttin, sum eitur WLTP. Bilasølur hava nú gjørt vart við, at stórir vørubilar eru vorðnir nógv dýrari eftir lógarbroytingina. Munurin er millum 27 og 38 prosent. Tey, sum hava keypt vøruvogn, meðan ótilætlaða ásetingin hevur verið galdandi, skulu ikki líða órætt, tí at ein feilur hevur verið í lógini, og eiga tí at fáa ov nógv rindaða CO2 avgjaldið endurrindað úr landskassanum, sigur Føroya arbeiðsgevarafelag. Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, skal nú greiða løgtinginum frá, hví umsitingin av játtanunum til tey trý sjúkrahúsini skal vera miðsavnað undi stjóranum á Landssjúkrahúsinum. Í grein 52 fyrispurningi til landsstýrismannin spyr Bjarni Hammer, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, um talan yvirhøvur er um lógligt virksemi. Bjarni Hammer vísir á, at í sambandi við bygnaðarbroytingarnar av sjúkrahúsverkinum samtykti Løgtingið, at hvørt sjúkrahús hevði egna játtan og sjálvstøðuga stjórn. Nú eru boð komin frá Heilsumálaráðnum um, at umsitingin av játtanunum til tey trý sjúkrahúsini skal vera miðsavnað undir stjóranum á Landssjúkrahúsinum, sigur Bjarni Hammer og leggur afturat Hví skal Landssjúkrahúsið nú avgera og góðkenna, hvat játtanin á Suðuroyar sjúkrahúsi og Klaksvíkar sjúkrahúsi skal brúkast til Er hetta byrjanin til at flyta játtanina í stóra pottin á Landssjúkrahúsinum Er niðurlaðingin av teimum smáu sjúkrahúsinum byrjað, spyr Bjarni Hammer í grein 52 fyrispurningi til Kaj Leo Holm Johannesen. Símun Gullaksen, sum rekur Gamla Seglhúsið saman við konu síni Jastrid, greiðir frá húsinum, eins og vit fáa vitjan av Dáva Winther, Beintu Gregersen, Eiriki í Jákupsstovu og Jógvani Skorheim. Tann skjótt vaksandi ferðavinnan setir alsamt fleiri krøv til samfelagið, og nú merkja bøndir kring landið eisini ein øktan áhugan fyri landsjørðina. Áhugin hjá einum privatum felag at byggja summarhús í Saksun og hjá Gist og Vist at byggja nýgg hølir til Koks í Fossdali eru nevniliga bara tvær av mongum fyrispurningum, ið Búnaðarstovan fær um keyp av lendi hjá bóndum. Tí hómast eisini eitt nýtt stríð millum kongsbøndirnar, ið varða av jørðina, og aðrar bólkar í samfelagnum, ið síggja eitt annað nýtsluvirði í jørðini. Men hvørjar eru mannagongdirnar, tá ið persónar ella feløg ynskja at keypa festijørð, kann sølan av jørð skipast á ein betri hátt og hvørjar umstøður virka bøndur, ið umsita landsjørðina, undir. Tróndur Leivsson, stjóri í Búnaðarstovuni, Jóannes Jacobsen, búskaparfrøðing og Jóannes Patursson, festari í Kirkjubø, varpa ljós á hesi viðurskifti. Í útvarpsstovuni kjakast Henrik Old, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, og Brandur Sandoy, tingmaður fyri Fólkaflokkin, um hesa nýggju støðuna. Luttakarar Tróndur Leivsson, Jóannes Patursson, Jóannes Jacobsen, Henrik Old og Brandur Sandoy. Sendingina gjørdu Marjun Dalsgaard og John Johannesen. Hallur av Rana var redaktørur og Kári Annand Berg teknikari Stjórarnir á sjúkrahúsunum á Tvøroyri og í Klaksvík fingu í gjár at vita, at frameftir skuldu tey senda roknskapir til forstjóran at avgreiða og ikki Heilsumálaráðið sum higartil. Broytingin fór ikki snikkaleys framvið politiska borðinum. Tá samanumkom gjørdist politiska mótstøðan ov stór. Farið var frá broytingini og aftur til upprunaligu skipanina. Tað var neyðugt fyri at slætta sjógvarnar, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrimaður. Visti tú, at á hvørjari grannastevnu skal ein eftirlitsmaður finnast, ið hevur til uppgávu at finna og oyðileggja ravnsegg Og um tú eigur ein greðing, so hevur tú skyldu til at vísa hann fram fyri Hingste bedømmelseskommissionen. Hetta er dømir um galdandi lógir, sum løgtingið nú fer at strika tí tær eru ótíðarhóskandi. Skal ein sjálvvirkandi skipan lofta famljum, sum missa eitt barn Hetta hevur fylt nógv í kjakinum seinastu dagarnar og í Danmark viðgerð Fólkatingið eina tílíka skipan í løtuni. Fyri Eydnu Skaale hevði tað havt stóran tydning, um tað var ein skipan, sum sjálvvirkandi loftaði familjuni sum heild, tí ofta er støðan so tung, at familjan orkar ikki at leita sær neyðugu hjálpina. Løgtingsmaðurin fyri Javnaðarflokkin vísti í viðmerkingunum til fyrispurningin á, at stórur munur er á inntøkunum hjá kommununum pr íbúgva. Partvís tí at skattaprosentið er ymiskt, men eisini tí at tað er munur á miðalinntøkunum hjá borgarunum kring landið, og hvussu nógvar fyritøkur eru í teimum ymisku økjunum. Jørgen Niclasen vísir á, at í verandi lóggávu eru longu skipanir, sum javna millum kommunur. Fyritøkur í nøkrum vinnugreinum býta skattin millum einstøku kommunurnar í mun til fólkatalið. Og fyritøkur við virksemi í fleiri kommunum, skulu eisini rinda skatt til allar hesar kommunur. Í løtuni eru ikki ætlanir um at seta aðra kommunala javningarskipan í verk, men í framtíðar lóggávu eigur støðan hjá ymsu kommununum sjálvsagt at verða umhugsað, sigur Jørgen Niclasen, sum tó sigur seg altíð vilja tryggja kapping millum kommunur, eisini um skattgjaldararnar. Løgtingið fer í dag at viðgera spurningin, um stýrisskipanarlógin skal broytast, so kvinnur í landspolitikki eita fólk og ikki menn. Orðið maður í stýriskipanarlógini skal broytast til fólk. Tær siga, at fólk gera sjálvi av, um tey kalla seg løgtingsmaður ella løgtingskvinna, tingmaður ella tingkvinna og landsstýrismaður ella landsstýriskvinna. Tó verða heitini løgmaður, løgtingsformaður og næstformaður standandi í lógini, men ein kvinna kann kalla seg løgkvinna, løgtingsforkvinna ella næstforkvinna. Síðani skal hon aftur í løgtingið, eftir at val hevur verið, og verða samtykt har óbroytt í fyrstu setuni hjá tí nývalda tinginum. Á tingfundunum í dag, sum byrjar byrjar klokkan11, fer Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, at svara skrivligum fyrispurningi frá Johan Dahl, løgtingsmanni, um útisiglarar og inngjald til Heilsutrygd. Rættartrygdin hjá vanliga føroyinginum verður styrkt, tá nýggja politilógin fyri Føroyar kemur í gildi, sigur Bárður Nielsen, løgmaður. Eitt annað ríkistilmæli, sum er farið í løgtingið, er uppskot um at seta í gildi í Føroyum lógina um PET, fregnartænastuna hjá politinum. Hetta er ókeypis tilboð, bæði til teirra, sum longu eru í gongd við ferðavinnutilboð, og teirra, sum hava hugskot at fara í gongd við. Byrjað varð longu seinasta týskvøld, tá 40 fólk komu at hoyra um nýggjar vinnumøguleikar í ferðavinnu ella fáa hugskot um verandi ætlanir. CommIT fer at skipa fyri tiltøkum fyri ferðavinnuveitarar um vørumenning og marknaðarførslu og átøkum fyri ferðavinnuspírum og íverksetarum um møguleikarnar í ferðavinnuni. Fyri meg hevur starvslønin stóran týdning, sigur Arnbjørn Ólavson Dalsgarð, rithøvundur, sum fekk eitt árs starvsløn frá Mentanargrunni Landsins hesa ferð. Starvslønin gevur arbeiðsfrið. Eg eri í ferð við at skriva eina skaldsøgu, og eg havi brúk fyri tíð, tá eg skal arbeiða við tí stóra prosatekstinum. Skapar frið um skrivingina í eitt fitt tíðarskeið og gevur mær samanhangandi tíð. Mentanargrunnur Landsins læt hesa ferð stuðul til 40 av teimum 117 umsóknunum, sum komu inn, og grunnurin gav 3,1 milliónir til starvslønir, hóast søkt var um tilsamans 40 milliónir krónur. Tíverri rokni eg við, at nógv eru vónsvikin, men tað er hart arbeiði at skula veita bara 3,1 millión til 117 fólk, sum hava søkt, sigur Ingun í Skrivarastovu. Tað skal vera listarliga ella fakliga dygdareyðkenni. Kvaliteturin er altíð nummar eitt. Men tá vit síggja, at fleiri hava dygdina og hetta er hjartablóð hjá teimum, sum senda inn so mugu vit gera eina raðfesting, og hon verður fyrst og fremst gjørd út frá umsóknini, greiðir hon frá í hesari longu samrøðuni. Málið er at kunngera okkurt nýtt fyrra hálvár í ár, og eg eri bjartskygdur. Vit hava arbeitt nógv, og vit hava góðar slóðir at elta, sigur ákærin. Nýggju slóðirnar eru sera áhugaverdar , og vit nærkast eini uppkláring av størsta drápsmálinum í svensku søguni, sigur Krister Petersson, ákæri. Eg havi verið bjartskygdur, síðan eg tók málið í 2017, og eg havi arbeitt meirii við hesum, enn eg nakrantíð hevði væntað, sigur ákærin. Í SVT sendingini verður ríkisákærin spurdur, um roknast skal við, at ákæra verður reist móti einum gerningsmannni undir illgruna, men tað vil hann ikki svara. Johanna Bj rkman, advokatur, sum er knýtt at sendingini, heldur, at hetta er spennandi gongd, og tulkar tað sum, at ákærin hevur eina góða mynd av, hvat hendi, tá Palme varð myrdur, skrivar Berlingske. Ein maður hevur fyrr verið ákærdur fyri morðið á Olof Palme. Christer Petersson varð dømdur fyri drápið í býrættinum í Stokkhólmi í 1989, men varð fríkendur í landsrættinum nakrar mánaðir seinni. Nes kommuna skal hava nýggja borgarstjóra. Tað er greitt, nú Jóhannus Danielsen, borgarstjóri í Nes kommunu, sigur í samrøðu við Sosialin, at hann stillar ikki uppaftur til næsta kommunuval. Jóhannus Danielsen hevur havt sæti íkommunustýrinum í Nes kommunu síðan 2008, og hevur síðani 2012 verið borgarstjóri. Á seinasta kommunuvali fekk hann 158 persónligar atkvøður. Tí frammanundan hava Johan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu, Brandur Sandoy, borgarstjóri í Sands kommunu, Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu, og Pauli T. Petersen, borgarstjóri í Vestmanna kommunu, boðað frá, at teir ikki stilla upp aftur til kommunuvalið í november. Ræðslan fyri coronavirusi og átøk, sum myndugleikar í fleiri londum hava sett í verk fyri at steðga smittuni, raka nú eisini føroysku ferðavinnuna. Tað skrivar vp.fo. Ferðaskrivstovan, GreenGate Incoming, sigur við vp.fo., at hjá teimum hava tríggir kinesiskir bólkar avlýst ætlaðu ferðina til Føroya í ár. Í gjár fingu tey teldupost frá einum asiatiskum umboði, sum avlýsti ferðina hjá tveimum bólkum, men ein annar bólkur hevur samstundis váttað, at tey setast ikki aftur orsakað av corona smittuni. Tað rakar eisini gistingarhúsini, at bólkar avlýsa túrin til Føroya. Jóhanna Rasmussen, sølustjóri hjá Gist og Vist sigur við vp.fo, at har hava einir fimm bólkar avlýst í summar. Jóhanna Rasmussen leggur afturat, at bólkar úr Asia ofta ikki eru so stórir, og tí er missurin eisini avmarkaður av teirri orsøk, skrivar vp.fo. Lene Tanggaard er professari og rektari á Designskolen Kolding. Hon savnar seg serliga um tær skapandi lærutilgongdirnar, sum snúgva seg um at seta spurningar, at undrast, at kanna og so framvegis. Kritisk og skapandi hugsan og royndir eru grundleggjandi, óansæð um tað snýr seg um talgildisbúgving, at skapa ella at tilogna sær vitan og førleikar. Neyðugt er at skilja skapanarevni og nýmenning. Eisini eiga vit hvør sær at gera upp við gamlar vanar, eitt nú tá vit arbeiða við skapanarevnunum hjá børnum og ungum og í summum førum eisini viðvíkjandi okkara tilgongd til undirvísingina. Theresa Schilhab er neurobiologur og professari á Aarhus Universitet. Hon sigur, at nýggjar granskingar innan fatanarsálarfrøði og nervavísindi vísa, at hugsan og vitan eru tongd at sansamotoriskum og kensluligum tilgongdum. Hugtaksliga vitanin um ítøkiligar lutir er millum annað grundað á tev , smakki og sjónupplivingar og á, hvussu lutirnir følast, og hvønn kensluligan týdning teir vekja. Kropsligar royndir og sansir okkara eru sostatt avgerandi fyri sinnislig virki, sum til dømis málsliga menning og fatan. At kalla øll læring er sett saman av sansamotoriskum og kensluligum tilgongdum, sum verða a samanbundnar við endurtøku. Saman við siðbundnari undirvísing kunnu slíkar tilgongdir fremja djypri læring og fatan. Hoyr sendingina her Luttakarar, Mikkjal Helmsdal, Lene Tanggaard, Theresa Schilhab, Dorthe Pedersen, Holger Arnbjerg, Petur Mittún og Jensia Højgaard Kjærbæk Hendan vikan gongur og tað mesta av næstu viku eisini, áðrenn kunngerðin um kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir, sum hava við sær menning, nýskapan og virðisøking í at gagnnýta uppsjóvarfisk, verður lýst. Verða stórar broytingar gjørdar nú, verður helst neyðugt at senda uppskotið aftur í Fiskivinnuráðið, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður. Tí 8,7 prosent av norðhavssildarkvotuni skulu brúkast til vinnuligar royndir og verkætlanir, sum hava við sær menning, nýskapan og virðisøking í at gagnnýta uppsjóvarfisk. Trý fólk í 20 unum, tveir menn og ein kvinna, eru ákærd fyri at hava drukkið eina 17 ára gomlu gentu fulla, og síðani neyðtikið hana. Sambært ákæruritinum eru tey trý fólkini ákærd fyri tann 16. oktober í 2016, millum klokkan hálvum trý um náttina og klokkan níggju um morgunin, í einum bústaði í Havn, í felag hava drukkið eina tá 17 ára gamla gentu fulla, og givið henni rithalin, við tí hyggju at gera seg kynsliga inn á hana. Ákæruvalið sigur, at tað eydnaðist teimum trimum i forening og efter fælles forudg ed aftale, accept ella indbyrdes fors else , at fáa 17 ára gomlu gentuna so ávirkaða, at hon ikki megnaði at seta seg upp ímóti áganginum. Tey fáa fyrst 17 ára gomlu gentuna at hava aðra kynsliga samveru enn samlegu við tann eina mannin, uttan at hon, sambært ákæruvaldinum, var før at seta seg upp ímóti hesum. Seinni fáa tey eisini gentuna til at hava aðrar kynsliga samveru enn samlegu við bæði kvinnuna og hin mannin, áðrenn gentan eisini hevur samlegu við hendan seinna mannin. Hann er nevniliga sjálvur eisini ákærdur fyri, um SnapChat, at hava framt blygdanarskemd móti 17 øðrum gentum, heilt niður í 13 ára aldur, við at senda teimum ónærisligar myndir og upptøkur. Í flestu førum hevur hann eisini roynt at lokka genturnar til samlegu, við at bjóða teimum pengar afturfyri, heilt upp í 60.000 krónur . Maðurin er eisini ákærdur fyri at royna at lokka ein 13 ára gamla gentu til kynsliga samlegu við at bjóða henni 20 30.000 krónur afturfyri. Ákærurnar móti júst hesum manninum fevna eisini um, at hann hevur havt barnapornografiskt tilfar um hendi, tí tað hevur eydnast honum at fáa hesa 13 ára gomlu gentuna at senda sær upptøkur, har hon rørir við seg sjálva kynsliga. Fyrsti rættarfundur verður mánadagin, og seks dagar eru settir av til málið. Ein av teimum ákærdu er eisini ákærdur fyri brot á vápnalógina og at hava rúsevni uppi á sær. Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, endaði brádliga í einum politiskum ódnarveðri í gjár, tá fleiri samgongu og andstøðufólk eina løtu funnu felags stev í fordømingini av eini tekniskari tillaging í almennu leiðslukunningarskipanini og roknskapargóðkenningarskipanini í sjúkrahúsverkinum. Tillagingin hevði ta avleiðing, at stjórarnir á Klaksvíkar og Suðuroyar sjúkrahúsi skuldu lata tilmæli um roknskapir til Steinar Eirikstoft, forstjóra í sjúkrahúsverkinum, ið síðani skuldi avgreiða tað við aðalstjóran. Og brádliga stóð landsstýrismaðurin fyri skotum. Sjúkrahússtjórar, tingfólk og onkrir miðlar tulkaðu hetta sum ein lið at taka tey smærru sjúkrahúsini av, og kravdu, at landsstýrismaðurin ógildaði avgerðina. Samstundis boðar WHO, alheims heilsustovnurin, nú frá, at ábendingar eru um, at COVID 19 virusið, ið er almenna heitið á Coronavirusinum, møguliga er í minking. Fráboðanin er grundað á kinesiskar dátur um 44.000 fólk, har COVID 19 er staðfest, og vísir, at 80 prosent av teimum eru sloppin við mildum sjúkueyðkennum. Stóri spurningurin hesaferð er, hví gransking er so týdningarmikil, og fleiri eru tey, sum hava eitt boð uppá eitt svar. Teirra millum eru Bergur D. Hansen, dekanur, Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, Janus Vang, stjóri í Inova, og Heini í Skorini, granskari. Ólavur Mortensen granskar innan populatiónsgenetik altso, er nakað, sum ger okkum føroyingar serstakar, tá tað snýr seg um okkara ílegur. Ólavur er granskarin hesaferð Er illgruni um, at onkur umborð á Norr nu er smittaður við coronavirusinum, COVID 19, so hava íslendsku myndugleikarnir á eysturlandinum, har Norr na leggur at, tilbúgving klára Tað skrivar íslendska kringvarpið, RÚV, á heimasíðu síni. Norr na kemur hvørja viku á Seyðisfjørð, og í gjár voru umleið 70 fólk við skipinum. Løgregluovastin á Eysturlandinum, Hjalti Axelsson, sigur við RÚV, at har hava tey greiða mannagongd fyri, hvussu farast skal fram á landi, um COVID 19 verður staðfest umborð. Soleiðis sigur Elin Neshamar, sum fríggjadagin 21. februar trýstir á knøttin, soleiðis at fyrsta grønlendska orðabókin til føroyskt verður atkomilig hjá okkum øllum á netinum. Elin Neshamar er sjálv uppvaksin í Grønlandi, soleiðis lærdi hon seg frá barnaárum grønlendskt. Hon hevur ein bachelor í grønlendskum máli, bókmentum og miðlum, og hon hevur mest sum altíð fingist við tulking og týðing. Nógv mentanarligt og vinnuligt samstarv er millum londini. Eg haldi tað er gott fyri bæði málini, at vit fáa eina orðabók okkara millum, og tað vísir eina virðing fyri hvørjum øðrum, sigur Elin Neshamar, sum hevur staðið fyri arbeiðnum. Tað er Sprotin, sum enn einaferð letur málsligar dyr upp fyri føroyingum, og hetta er samstundis 22. orðabókin hjá Sprotanum. Føroyingar kunnu nú leita orð fram á so forkunnugum málum sum russiskum, kinesiskum, italskum og sponskum, og nú eisini grønlendskum. Jenis av Rana, landsstýrismaður, ger í svarinum greitt, at talan er ikki um eina almenna verkætlan, men um eina verkætlan hjá sjálvsognarstovninum Húsarhaldsskúli Føroya, sum landsstýrismaðurin hevur heimild at stuðla við einum rentufríum láni upp til 21 milliónir krónur Í svarinum kemur eisini fram, at verkætlanin er komin so mikið langt, at næsta stig er at fara undir prosjektering av bygninginum. Prosjektering og útbjóðing væntast at verða klárt í oktober. Skúlin hevur í hesum sambandi víst á, at tørvur er á stuðli til henda partin av verkætlanini. Ríkmaðurin, Michael Bloomberg, fer at selja kunningarfyritøkuna, Bloomberg, um hann verður valdur til forseta í USA. Tað skriva fleiri amerikanskir miðlar. Bloomberg, sum hevur verið borgarstjóri í New York, fer nú upp í kappingina um at gerast forsetavalevni hjá demokratunum, og hann ætlar at bjóða Donald Trump, forseta, av á valinum í november. Hann stillaði ikki upp í Iowa og heldur ikki í New Hampshire, men hann hevur longu brúkt næstan 300 milliónir dollarar til lýsingar, og hann ætlar at brúka tilsamans 500 milliónir dollarar av egnum pengum fyri at vinna á Donald Trump. Michael Bloomberg stovnaði fíggjartænastuna, Bloomberg, í 1981, og hann hevur vunnið stórar upphæddir síðani. Fyritøkan verður mett at verða verd 407 milliardir krónur. Sjálvur sigst hann eiga 55,5 milliardir dollarar. Nú boðar so Michael Bloomberg frá, at hann ikki ætlar ikki bæði at vera forseti og samstundis vera eigari av Bloomberg fyritøkuni. Meiningakanningar vísa, at Bloomberg liggur væl fyri at gerast forsetavalevni hjá demokratunum, og at 19 prosent av fólkinum vilja hava hann sum forseta. Tað segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í løgtinginum í dag undir orðaskiftinum um uppskotið at broyta almennu heitini í stýrisskipanarlógini. Løgmaður heldur, at stig eiga at verða tikin til at hyggja nærri at stýrisskipanarlógini sum heild, heldur enn at gera einstakar broytingar. Umframt spurningin um almennu heitini í lógini skulu broytast, er neyðugt at dagføra ásetingarnar um fíggjarmál, og støða skal eisini takast til partin, sum ásetur, at millumtjóða sáttmálar altíð eru oman fyri føroyska lóggávu. Tað skilabesta er, at vit viðgera allar broytingarnar undir einum, segði løgmaður. Stýrisskipanarlógin varð samtykt í 1994. Hon er at kalla ikki broytt síðani. Verða stig tikin at broyta stýrisskipanarlógina, krevst, at tvey løgting samtykkja broytingarnar. Stýrisskipanarlógin er oman fyri aðra lóggávu, og tí eiga allar broytingar í lógini at hava breiða politiska undirtøku. Eg fari tí at heita á umboð fyri allar politiskar flokkar um at seta seg saman og seta út í kortið, hvussu vit kunnu skipa arbeiðið við at endurskoða stýrisskipanarlógina, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður. Fyri aðru ferð verður skipað fyri altjóða bridgefestivali í Føroyum. Áhugin er stórur. Formaðurin í Føroya Bridgesambandi, Arne Mikkelsen, vitjar, og hann gevur okkum eisini eitt snarskeið í bridgespæli. Ein sera forkunnug grønlendsk orðabók kemur út á Sprotanum nú fríggjadagin. Vit tosa við ritstjóran, Elin Neshamar, sum eisini hugleiðir um støðuna hjá grønlendska málinum. Og so hyggja eftir onkrum av tí, sum hendir á mentanarpallinum. Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, endaði í einum politiskum ódnarveðri í gjár, tá fleiri samgongu og andstøðufólk eina løtu funnu felags stev í fordømingini av eini tekniskari tillaging í almennu leiðslukunningarskipanini og roknskapargóðkenningarskipanini í sjúkrahúsverkinum. Tillagingin hevði ta avleiðing, at stjórarnir á Klaksvíkar og Suðuroyar sjúkrahúsi skuldu lata tilmæli um roknskapir til Steinar Eirikstoft, forstjóra í sjúkrahúsverkinum, ið síðani skuldi avgreiða tað við aðalstjóran. Og brádliga stóð landsstýrismaðurin fyri skotum. Sjúkrahússtjórar, tingfólk og onkrir miðlar tulkaðu hetta sum ein lið at taka tey smærru sjúkrahúsini av, og kravdu, at landsstýrismaðurin ógildaði avgerðina. Men eftir stendur, at vit hava eitt sjúkrahúsverk við einum stjóra yvir hinum. Men hvat er endamálið við hesum forstjóranum og hvørjar heimildir hevur hann. Kaj Leo Holm Johannesen greiðir frá avgerðini í gjár, og Jóannes Eidesgaard og Sirið Stenberg, bæði fyrrverandi heilsumálaráðharra, lýsa málið í útvarpsstovuni. Corona Vit tosa við Sigmundur Ísfeld, sendimann í Kina, ið greiðir frá hvussu sjúkan ávirkar gerandisdagin í Beijing, og Lenu Lambaa, smittuverjufrøðing á Landssjúkrahúsinum, ið upplýsir um smittuvandan í Føroyum. Øði kom í grindina í gjár, tá tað kom fram, at heilsumálaráðið hevði gjørt eina broyting, sum innibar, at forstjórin í sjúkrahúsverkinum skal endaliga góðkenna roknskapirnir hjá hinum báðum sjúkrahússtjórunum. Í kunningini frá heilsumálalaráðnum stóð millum annað, at talan var um eina roknskapartekniska broyting, sum ikki fær ávirkan á heimildirnar hjá stjórunum á smærru sjúkrahúsunum. Boðini vóru ikki væl móttikin hjá sjúkrahússtjórunum í Klaksvík og á Tvøroyri. Aleksandra á Dul, sjúkrahússtjóri í Klaksvík segði í útvarpstíðindunum á middegi týsdagin, at hon var degraderað við broytingini og stjórin á Suðuroyar Sjúkrahúsið tók undir við hesum í Degi og Viku seinni sama dag. Politikarar gjørdu vart við, at hetta mátti broytast alt fyri eitt og í skrivi til miðlarnar skýrdi borgarstjórin í Klaksvík heilsumálaráðaharran at vera topmált frekan og arrogantan soleiðis at siga, at tað ikki hevður nakrar avleiðingar fyri ræðisrættin og at hetta ikki var eitt politiskt mál. Áðenn dagurin var liðin, hevði landsstýrismaðurin í heilsumálum rullað avgerðina aftur. Tað loysir seg ikki at greiða frá, at broytingin ikki hevði ávirkan á ræðisrættin, tá kenslur koma upppí, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. Hann vísir til umsitingina, spurdur um, hví tað var neyðugt at gera broytingina, um hon einki hevur at siga. Men umsitingin vil ikki greiða frá, hví tað var neyðugt at gera broytingina ei heldur, um tað fær nakran týdning fyri møguleikan hjá forstjóranum at verða forstjóri í sjúkrahúsverkinum, at broytingin ikki verður framd kortini tað vil tíðin vísa, sigur Turið Arge, sum sigur seg onga viðmerking hava og at ráðið hevur avrátt í morgun, at bara landsstýrismaðurin skal úttala seg um hetta málið. Sirið Stenberg, fyrrverandi landsstýriskvinna í heilsumálum, og Jóannes Eidesgaard, politiskur eygleiðari eisini fyrrverandi landsstýrismaður í heilsumálum skifta í Breddanum orð um, hví eitt slíkt mál kann taka eina slíka vend. Málið er helst farið av sporinum og vánalig kunning, søgan, Klaksvíksstríðið og lokalpolitiskt trýst eru millum orsøkirnar, siga tey millum annað. Soleiðis sum málið háttaði seg, kundi tað verið ein hóttan móti nýggju semjuni um trý sjúkrahús undir somu leiðslu, heldur Sirið Stenberg. Reiðaríið JFK í Klaksvík hevur skrivað undir sáttmála um ein nýggjan trolara, ið fyrst og fremst skal brúkast til fiskiskap í Barentshavinum. Sambært Hanusi Hansen eru allir smálutirnir ikki komnir avgreiddir enn, men skipið verður bygt í Turkalandi og fer at kosta umleið 400 milliónir krónur. Á vinnuliga kjakinum á Skúlatrøð í Klaksvík í gjárkvøldið segði Hanus Hansen, at orsøkin til hetta stigið fyrst og fremst eru teir tryggu karmar, sum nýggja lógin um sjófeingi hevur givið hansara reiðaríi. JFK samtakið hevur í løtuni rættindi til umleið 47 prosent av føroysku kvotunum av botnfiski í Barentshavinum. Nýggja sjófeingislógin ásetir, at hesi rættindi eru galdandi í 12 ár. Søkt varð eftir stjóra til Búnaðargrunnin, tá stjórin, sum var, Regin I. Jakobsen, tók við starvinum sum stjóri í Vága Floghavn 1. desember í fjør. Á næsta tingfundi, sum verður mikudagin í næstu viku, skulu tingfólk atkvøða um at seta eina grein 25 nevnd at viðgera uppskotið um at broyta stýrisskipanarlógina. Nevndir, sum verða settar eftir grein 25 í tingskipanini, sita til nevndin hevur avgreitt setning sín og í longsta lagi til tingsetan endar á ólavsøku. Tingkvinnurnar Ingilín Strøm í Javnaðarflokkinum og Hervør Pálsdóttir í Tjóðveldi mæla til at broyta stýriskipanarlógina hesum víðvíkjandi. Men Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sigur, at øll stýrisskipanarlógin skal endurskoðast í staðin fyri at gera einstakar broytingar í henni. Umframt spurningin um almennu heitini í lógini skulu broytast, er neyðugt at dagføra ásetingarnar um fíggjarmál, og støða skal eisini takast til partin, sum ásetur, at millumtjóða sáttmálar altíð eru oman fyri føroyska lóggávu, sigur løgmaður. Stýrisskipanarlógin er oman fyri aðra lóggávu, og tí eiga allar broytingar í lógini at hava breiða politiska undirtøku. Eg fari tí at heita á allar flokkar um at seta seg saman fyri at seta út í kortið, hvussu vit kunnu skipa arbeiðið við at endurskoða stýrisskipanarlógina, sigur løgmaður. Síðani skal hon aftur í løgtingið, eftir at val hevur verið, og verða samtykt har óbroytt í fyrstu setuni hjá tí nývalda tinginum. Orkudrykkirnir á handilshillunum taka seg væl út í alskyns skyggjandi litum, men teir eru eftir øllum at døma ikki so vandaleysir, sum teir síggja út til. Sølan av orkudrykkum hevur verið alsamt hækkandi seinastu árini og metingar siga, at sølan av orkudrykkum fer at yvirhála sodavatnssøluna. Hoyr Snorra Patursson, kostfrøðing greiða frá, hví orkudrykkir kunnu vera vandamiklir og hví Magn hevur sett aldursmark á søluna av hesum drykkum. Broytingar eru kravdar á dekkinum á farmaskipinum Hav Streym, so til ber at lata lastalúkurnar upp, uttan at manningin er í vanda. Danska skaðanevndin, DMAIB, kannaði óhappið, tá ein maður, sum var við Hav Streym, fekk stóran skaða í einum arbeiðsóhappi 2.november í fjør. Men hann var null prosent 31.desember í fjør. Útlánini vóru 15,6 milliardir krónur 31.desember í fjør. Húsarhaldini áttu 8,8 milliardir. Undir felagsheitinum húsarhald eru løntakarar, pensjónistar, sjálvstøðugt vinnurekandi, non profit felagsskapir so sum fótbóltsfeløg og fimleikafeløg. Hóast vøkstur ikki er í útlánunum hjá føroysku peningastovnunum til húsarhaldini í Føroyum, læna danskir realkredittstovnar nógv til Føroya. Ein samd Fíggjarnevnd tekur undir við uppskotinum hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgeni Niclasen, um at hækka markið fyri, nær eitt virki skal vera MVG skrásett, til 50.000 krónur. Tað kemst av tí, at sera nógv av teimum smæstu virkjunum eru negativ, soleiðis at skilja, at keyps MVGið hjá teimum er størri enn sølu MVGið. Seinastu tvey árini hevur Klaksvíkar kommuna royndarkoyrt eina skipan, har endamálið var at geva ungum møguleika at arbeiða á kommunalum og privatum arbeiðsplássum alt árið. Útlán til vinnuna stóðu næstan í stað í 2019 samanborið við undanfarin ár, sigur Landsbankin. Talan er bæði um privatar og almenna fyritøkur í Føroyum. Sigurð í Jákupsstovu hevur visjónir um at skapa eina stovn, sum skal verða ein góður samstarvsfrlagi og myndugleiki í samfelagnum. Privatkundar, sum hava innlán, ið er størri enn 750.000 krónur, skulu gjalda 0,75 prosent í rentu. Hetta er kortini ikki galdandi fyri pensjónsuppsparingar og uppsparingar hjá børnum og ungum. Vinnukundar skulu gjalda 0,75 prosent fyri innlán. Somuleiðis hækka ávísar útlánsrentur upp til 0,5 prosent, og ávís gjøld hjá vinnukundum hækka eisini. Betri Banki sigur, at altjóða rentan og herd lógarkrøv gera, at bankin broytir rentur og kostnaðir. Endamálið er at gera ávís lán meiri kappingarfør og at tillaga raksturin til herdu lógarkrøvini. Tað verður bíligari at læna pengar til bústað og orkuloysnir, og bankin lækkar bústaðarrentuna á 1. veðrætti niður 2,75 prosent. Rentan á orkulánum lækkar niður 2,25 . Oddvør hevur valt at hoyra Tróndarkvæði, Klaksvíkar Dansifelag, Jógvan Pætur Gilstein skipar. Lorvíkspáll, Eysturoyar Dansifelag, Tórgerð Rasmussen skipar. Arngrímssynir, Stígum Fast, Jens Ludvig Johannesen skipar. Harra Svein, Stígum Fast og Leikum Fagurt, Jóannes Johannesen skipar. Aligastrímu B , Leikum Fagurt og Stígum Fast, Símun Erik Johannesen skipar. Deyðastund Sigmundar, Klaksvíkar Dansifelag, Jónleif Johannesen skipar. Flóvin Bænadiktsson, Ung í Dansi, Leon Johannesen skipar. Nordan for Trondhjem, Leikum Fagurt, Martina Olsen og Elinborg Simonsen skipa. Fuglakvæði eldra, Dansifelagið í Havn, Wenzel Kamban skipar. Godnat og farvel, sumbingar, Bjarni Vestergaard skipar. Gudbrandskvæði, skúvoyingar, Óli Thomsen skipar. Og so hoyra vit tvinnar upptøkur, Dansk Folkemindesamling gjørdi í Skálavík í 1959. Jógvan Tróndarson, á Trøð, skipar brot úr Sankta Jákupi, og Jacobina Danielsen skipar brot úr Bøhmerlandsdrotningini. Nú á døgum merkir nema vanliga tað sama sum at nerta, men vit hava eisini ta gomlu merkingina, til dømis at nema sær útbúgving, sum jú er høvuðsmerkingin á íslendskum. Tá tosað verður um at nema sum at læra, hava vit vendingarnar Ungur nemur, gamal fremur og á donskum. Stýrisskipanin er nærum einki broytt, síðani hon kom í gildi í 1994, og tað er heldur ikki sum at siga tað at broyta hana, tí tvey løgting skulu góðtaka broytingar í lógini. Men er nýggja tilmælið hjá løgmanni eitt tekin um, at dreymurin um eina føroyska stjórnarskipan, ið fleiri samgongur hava arbeitt við, er endaliga er sleptur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður og formaður í Sambandsflokkinum, og formenninir í hinum stóru flokkunum fara at kjakast um evnið í útvarpsstovuni. Fyri Føroyar er rithøvundurin, Oddfríður Marni Rasmussen, tilnevndur fyri bókina Ikki fyrr enn tá . Hetta er skaldsøga, sum Sprotin gav út í 2019. Farmaferjan Hasfjord, sum Strandferðslan hevur keypt úr Noregi, kom á Havnina seinnapartin, men enn er ógreitt, nær hon verður sett í sigling. Farmaferjan er bygd í Noregi, og hon tekur eisini 12 ferðafólk. Hasfjord er umleið 41 metrar long. Ternan er eisini 41 metrar long Ósemja hevur tikið seg upp millum Skipara og navigatørfelagið og Strandferðsluna um sáttmálaviðurskiftini fyri manningina á Hasfjord, og FSN hevur noktað limum sínum at mynstra við skipinum, fyrr enn sáttmálaviðurskiftini eru í lagi. Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at tað er ein avgreiðsluspurningur at fáa sáttmálaviðurskiftini í rættlag, og Hasfjord fer ikki sigling, fyrr enn tey eru greið. Arne Mikkelsen, formaður í Føroya Bridgesambandi, var í Nón og greiddi frá festivalinum, eins og tosað varð um bridgespæl og bridgeáhuga sum heild. Eisini fingu vit eitt snarskeið í bridgespæli. MRCC boðar frá, at ein hvít stongboya er løgd út í Skopunarfirði, tí FT net fer undir kaðalarbeiði í fjørðinum. Boyan liggur á 61. 55. 1 stig norður og 49.4 stig vestur. Nú bara nakrir fáir dagar eru til ta stóru veitsluna, fær Laurits eini boð, sum gera, at hann púra fellur í fátt. Nú hava hvørki hann ella Dimi nakran at fylgjast í veitslu við. Broytingarnar í fiskivinnulógini gera fortreytirnar at byggja ella keypa eitt meira tíðarhóskandi línuskip nógv betri, segði Kristian Martin Petersen, reiðari, í vinnukjakinum í Klaksvík í gjárkvøldið. Robert Plant hevur bæði beinini trygt plantað í rokksøguni saman við bólkinum Led Zeppelin. Men hann hevur eisini støðugt flutt seg. Vit viðgera Robert Plant og Led Zeppelin saman við Leivi Thomsen, komponisti og ein av okkara fremstu gittarleikarum. Jenny Petersen er fyri fjórðu ferð á rað sett í starv sum stjóri fyri Tjóðpall Føroya, og hon er okkara hósdagsgestur. Geytavirðislønirnar vórðu handaðar seinasta leygarkvøld, tá Geytin 2020 var í Norðurlandahúsinum. Átta føroyskir stuttfilmar vóru tilnevndir, og teir vórðu allir vístir leygarkvøldið. Tað var eksistentialistiski barna stuttfilmurin Hví eru vit her hjá Búa Dam og Dánjali á Neystabø, ið vann Geytan. Skerpiwestern stuttfilmurin Trøllabeiggi hjá Gudmundi Helmsdal vann áskoðaravirðislønina. Gunnvá Zachiariasen, sjónleikari og Hermann Eliassen, miðlafrøðingur, vóru við leygarkvøldið. Tey ummæla vinnarar og hinar tilnevndu filmarnar í Hyggjuráðnum. Hetta er triði og seinasti partur í røðini um føroyskar úrmælingar á altjóða gastronomiska pallinum. Hesaferð verður vitjað hjá Sólfinni Danielsen í Keypmannahavn, sum er eitt av undangongufólkunum á náttúruvínspallinum. Sólfinn ferðast kring knøttin og hevur smakkingar og fyrilestrar, hann hevur skrivað bók um náttúruvín og so eigur og rekur hann bæði handil og barr, sum selur náttúrvín burturav. Lagt til rættis Rolant Waag Dam. Stýrisskipanin er nærum einki broytt, síðani hon kom í gildi í 1994, og tað er heldur ikki sum at siga tað at broyta hana, tí tvey løgting skulu góðtaka broytingar í lógini. Men er nýggja tilmælið hjá løgmanni eitt tekin um, at dreymurin um eina føroyska stjórnarskipan, ið fleiri samgongur hava arbeitt við, er endaliga er sleptur At kjakast um framtíðina hjá stjórnarskipanararbeiðinum og ætlaðu broytingarnar í stýrisskipanini vóru Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, og Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, komnir í útvarpsstovuni. Útlan Síðan 2014 hava føroysku peningastovnarnir kunna víst á vøkstur í útlátinum á hvørjum ári, men í fjør stóð hann í stað. Olav Guttesen, stjóri í Betri banka, var í útvarpsstovuni, at greiða frá hvat hetta sigur um gongdina í samfelagnum. Luttakarar Bárður á Steig Nielsen, Høgni Hoydal, Aksel V. Johannesen og Olav Guttesen Sendingina gjørdu Marjun Dalsgaard og John Johannesen. Hallur av Rana var redaktørur og Høgni Fagraberg teknikari. Partrolararnir, Heykur og Falkur, hava verið á einum øðrvísi túri undir Føroyum. Tí aftrat fiskiskapinum hava teir verið á ruskveiði. Náttarravnarnir í Tórshavn er ein sjálvboðin felagsskapur, sum hevur til endamáls at gera tað trygt hjá teimum ungu at ganga í býnum. Víðkaða inntøkugrundarlagið og tær inntøkurnar, ferðaavgjaldið gevur, eiga at verða markaðar til íløgur í týðandi undirstøðukervið undir ferðavinnuni, millum annað vegakervið og til betri samferðslu, sigur Visit Faroe Islands. Mælt verður eisini til, at eitt náttúruverndargjald verður álagt øllum ferðafólkum. Peningurin skal brúkast til at byggja upp ein føroyskan náttúruverndargrunn. Endamálið við grunninum er at gera neyðugar kanningar og munagóðar íløgur í haldførar verkætlanir við náttúruvernd og ferðavinnumenning fyri eyga. Íslendski fiskimálaráðharrin, Kristján ór Júlíusson, harmast almikið um, at Føroyar, ES og Noreg ikki vildu hava Ísland við í makrelsemjuna fyri 2020. Hann sigur, at Ísland ásetti sær minni svartkjaftskvotu og sildakvotu í ár enn undanfarin ár fyri at vísa hinum strandarlondunum, at Ísland vil verja uppsjóvarfiskin og fáa í lag semju um hann. Kristján ór Júlíusson sigur, at Føroyar, ES og Noreg fingu at vita, at Ísland vildi vera við í makrelsemjuni. Hetta varð gjørt, áðrenn íslendska makrelkvotan verður ásett síðst í apríl. Írski forsætisráðharrin, Leo Varadkar, boðar frá, at stjórnin leggur frá sær, men hann verður sitandi sum forsætisráðharri, til ein nýggj stjórn er skipað. Val var í Írlandi 8. februar, men eingin flokkur fekk nóg mikið av atkvøðum til at fáa valdið einsamallur, og tí er neyðugt við meira enn einum flokki í stjórn. Skipasmiðjan Mest hevur framvegis ongar pengar fingið fyri arbeiðið, sum báturin hjá MEST, Samson, gjørdi, tá eldur var í Varðanum Pelagic í juni 2017. Ósemja var um, hvør skuldi rinda rokningina, sum er 205.000 krónur Tvøroyar kommuna vildi ikki gjalda, tí býráðið heldur uppá, at eldurin var so mikið stórur, at hann kemur undir ta tilbúgving, sum landið eigur at gjalda. Í Nón hava vit í hesum sambandi tosað við Leiv Thomsen, tónleikara og komponist. Vit spurdi hann millum annað hvussu Robert Plant og bólkurin Led Zeppelin, har Robert Plant sang fyri, hava ávirkað tónleikalívið. Hoyrið samrøðuna her Telefonin og teldan eru sambindingarliðið millum tey, sum framleiða sonevndar poddvarp sendingar, og tey, sum hava hug at lurta eftir poddvørpunum, sum verða lagdar onkrastaðni á netið. Í løtuni er nógv av tí tilfarinum ókeypis. Vegleiðing Tak eina podcast app niður á telefonina ella brúka appina, sum ofta liggur á telefonunum. Iphone hava eina podcast app. Eg brúki podcast addict appina til android. Tekna seg fyri einum podcasti og lurta á telefonini. Til ber eisini at lurta á netinum. Gestir Kári Sólstein, mentanarleiðari í KvF, Bjarni Arge, framleiðari av Amatøroyar, Eilen Anthoniusen, samskiftisfólk og Rikke Mia, sum framleiðir poddvarpið Færøske fabler til børn á donskum. Hvørt ár verður skipað fyri altjóða kvinnubønardegi um allan heim, eisini her í Føroyum. Dagurin verður hildin í umleið 170 londum, har fólk luttaka aktivt í øllum hesum londum, og bønarfaldarin verður týddur til meira enn 1.000 mál. Bønardagurin byrjar, tá sólin rísur í Vestursamoa í Kyrrahavinum, og heldur so fram, heilt til sólin setur í Amerikanskum Samoa, sum liggur beint við síðuna av Vestursamoa. Endamálið við degnum er í trimum. Fyri tað fyrsta, at kvinnur játta sína trúgv á Jesus saman. Síðani ikki at liva í isolatión, men heldur at lata seg ríka av trúarfeløgum í øðrum londum. Og fyri tað triðja at luta vón og ótta, gleði og sorg, avbjóðingar og trupulleikar við hvør aðra, í bøn, ofri og tænastu. Felagsskapurin verður leiddur úr New York, men kvinnur úr ymiskum londum skifta um at leiða bønardagin hvørt ár. Tær gera ein faldara til dagin, og millum annað eru kvinnur úr hesum landinum, sum greiða frá síni ofta hjartanemandi søgu. Í ár eru tað kvinnur úr Simbabvi, sum hava gjørt tilfarið til dagin, og sama tilfar verður nýtt um allan heim. Í Føroyum verður dagurin hildin 6. mars í Frelsunarherinum í Havn klokkan 19.30, í Meinigheitshúsinum í Vági klokkan 19.30 og í Christianskirkjuni í Klaksvík klokkan 20. Tiltakið er ókeypis og allar kvinnur eru hjartaliga vælkomnar. Talan er um olympiskan ítrótt, har lyft verður í greinunum snatch trekk og clean og jerk vend og stoyt . Kvinnur og menn luttaka. Í hesari kapping verður sokallaði Sinclair 1 2 3 mátistokkurin nýttur fyri ávikavist kvinnur og menn. Tey, sum lyfta mest í mun til kropsvektina, standa seg best. Ein lættur maður kann vinna á einum tyngri manni, hóast tann tyngri lyftir meira. Styrkifelag Føroya er í samstarvi við onnur um at menna hesa ítróttargrein í Føroyum. Danski landsliðsvenjarin í olympiskari vektlyfting, Frank Petersen, kemur at leggja lag á og at vera dómari í kappingini. Hetta er tó fyrsta almenna kappingin, sum er skipað undir ÍSF. Sostatt eru reglur, vit kenna frá almennu ítróttini galdandi, reglur um góðkend avrik, reglur um antidoping og so framvegis. Hoyr sendingina her Luttakarar, Bergur Danielsen, Systur Marisa, Ellen M. Gylling, Rói Hjaltalin, Frank Petersen og Marjun Dalsgaard Hetta er triði og seinasti partur í røðini um føroyskar úrmælingar á altjóða gastronomiska pallinum. Hesaferð verður vitjað hjá Sólfinni Danielsen í Keypmannahavn, sum er eitt av undangongufólkunum á náttúruvínspallinum. Sólfinn ferðast kring knøttin og hevur smakkingar og fyrilestrar, hann hevur skrivað bók um náttúruvín og so eigur og rekur hann bæði handil og barr, sum selur náttúrvín burturav. Lagt til rættis Rolant Waag Dam. Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum skal nu svara Skipara og navigatørfelagnum og Maskinmeistarafelagnum um sáttmálaviðuskiftini hjá teimum, sum fara at manna Hasfjord. Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara og navigatørfelag sigur, at eingin limur hjá teimum skal mynstra við Hasfjord, so leingi eingin sáttmáli er fyri skipið. Samtykt varð á aðalfundinum hjá Tofta arbeiðarafelag í gjárkvøldið, at grunnurin hjá felagnum verður ikki markaður til at brúka í sambandi við verkfall burturav. Verkfalsgrunnurin kom fyri okkurt um 20 árum síðani. Tá setti felagið stovnsfæ í hann, og ein partur av limagjaldinum hjá limunum fer í hann. Nevndin heldur, at nú er ikki brúk fyri honum longur, og kom tí við uppskoti á aðalfundinum í gjárkvøldið um at strika avmarkingina um, at grunnurin bara stuðlar, tá arbeiðssteðgur er. Atlantsflog fleyg fyri nøkrum árum síðani til Stanstead uttan fyri London, men rutan helt uppat. Seinastu árini hevur verið flogið beinleiðis til Edinburgh í Skotlandi. Stefan í Skorini, stjóri í Reiðarafelagnum, Kristian Martin Petersen, reiðari, og Hanus Hansen, stjóri í JFK, stóðu við pallborðið. Kommunala arbeiðsgevarafelagið sigur, at tað er framvegis langt millum partarnar, og á fundi fyrrapartin boðaði felagið frá, at tað vildi hava semingsstovnin upp í samráðingarnar. Semingsstovnurin varð boðsendur, og klokkan 13 hittust partarnir á fundi við semingsstovninum, har tosað varð um, hvussu farast skal fram, sigur Kommunala arbeiðsgevarafelagið. Tónleikarar og festivalfyrireikarar kappast á Quiztinum hesa ferð. Annað liðið verður mannað av Signari í Homrum og Jens Marna Hansen, meðan hitt liðið verður mannað av Eriki Biskopstø og Eyðuni Klakstein. Hansina Iversen, Randi Samsonsen og Silja Strøm sýna hesar dagarnar fram listaverk í Víngarðinum í Tróndargøtu í Havn. Heitið er Giirl Talk . Hesar listakvinnur eru sera ymiskar í úttrykki, men hóast tað hava tær til felags, at okkurt ljósareytt er við í myndunum. Kinna Poulsen hevur valt listaverkini út og sett tey saman inn í smáju hølinum, sum Víngarðurin er. Hoyr hana greiða frá um framsýningina Hildur Hermansen fer um vikuskiftið at hava skeið á háskúlanum, sum snýr seg um at gera sínar egnu veggjaflísar við listaprýði. Hoyr Hildur greiða frá um spennandi skeiðið Í Niels Finsensgøtu í Havn heldur møblasniðgevin Heini Weihe til. Her hevur hann framsýning av møblum, sum hann sjálvur hevur sniðgivið, umframt innfluttum designmøblum, sum hann er umboð fyri. Heini hevur drúgva útbúgving sum møblasniðgevi, fyrst hevur hann lært til møblasnikkara, og síðani hevur hann lisið fimm ár á Danmarks Designskole til møbla og rúmsniðgeva. Hoyr Heina greiða frá sínum virksemi. Han fortelur millum annað, at tað er nógv annað enn møblar, sum hann sniðgevur. Eitt nú hevur hann verðið umbiðin at sniðgeva sethús fyri fólk. Hann greiðair frá, at møblasniðgevar og arkitektar eru nokkso líkir ein arkitektur arbeiðir uttanifrá og inn, meðan ein møbla og rúmsniðgevi arbeiðir innanifrá og út. Hendan útgávan av innslagnum er munandi longri enn tann, ið var í útvarpinum. Vit fara enn einaferð til Sakunar, tí tað er IKKI loyvt at byggja, hvørki sethús ella summarhús við Svartá í Saksun. Hetta hóast Sunda Kommuna í byggisamtyktini hevur sett økið av til sethúsabygging. Nátturufriðingarlógin sigur greitt, at ONKI skal byggjast, sum er nærri ánni enn 300 metrar. Vit fara ein túr í okkara egna heim miðlaheimin. Samkoma var á Norðlýsinum seinnapartin í sambandi við, at Norðlýsið í dag flutti í nýggj høli nærri býnum. Skrubb hevur í eina tíð gingið at kalla sum farsótt á fleiri stovnum. Hetta hevði millumn annað við sær, at Skúlin við Løgmannabreyt í Hoyvík í dag avlýsti føroyska dansin, sum annars skuldi vera í sambandi við føstuna. Gudmund Helmsdal hevur altíð havt ein áhuga fyri filmi og filmsframleiðslu, og hann hevur ein serligan tokka til føroyskar søgur. Hann greiðir millum annað frá um filmin Trøllabeiggja og hvørjar ætlanirnar eru fyri henda stuttfilm, nú hann er vístur í Føroyum. Løgreglan sigur í dag, at skipið rendi við gronini í bryggjukantin. Skipið fekk ikki stórvegis skaða, men bryggjan fekk nakað av skaða. Havnarmeistarin í Tvøroyri sigur í stuttari viðmerking, at skipið hevði ikki nógva ferð, tá ið tað rendi á, og nú liggur skipið við kei á Drelnesi. Løgreglan var umborð á skipinum stutt eftir hendingina, og kannaði ymisk viðurskifti. Tær kanningarnar vístu, at hvørki skipari ella loðsur vórðu ávirkaðir av rúsdrekka og at viðurskiftini annars vóru í lagi. Formaðurin fyri Evroparáðið, Charles Michel, segði, at tey royndu at semjast um eina avtalu, men tað var bar tíverri ikki á mál í gjár. Ósemjan snýr seg um at nøkur lond vilja økja inngjaldi, meðan onnur lond, har ímillum Danmark, siga seg vilja halda fast í eina prosentinum. Vit spæla burtur úr nøkrum nýggjum útgávum, og vit fara ein túr aftur í søguna og brúka høvið til at spæla nakrar sangir hjá Jack Clement. At enda minnast vit Paul English. Mjølnir kom sera væl frá byrjan í mansfinaluni. Móttøkuspælið hjá SÍ eydnaðist ikki, og tað gav teimum stórar trupulleikar í teimum báðum fyrstu settunum. Spenningurin í tí settinum helt sær allan vegin til seinasta bólt, tí tað var ikki fyrr enn støðan gjørdist 29 27, at Mjølnir hevði vunnið triðja sett og harvið steypafinaluna. Settúrslitini í mansfinaluni vóru hesi 25 15, 25 19 og 29 27. Vit kenna løgini Karma Chameleon, It s a Miracle, Miss Me Blind, og eisini Church of the Poison Mind var eitt hitt. Árið fyri var bólkurin blivin kendur við lagnum Do Your Reallay Want to Hurt Me. Sálmar hesaferð 167 Harri, í hesi føstutíð 353 Harrin rættir út sín arm 358 Guð faðir hann veri nú verndari tín 360 Takk, Jesus, fyri dópin mín 503 Frelsarin hirði mín góður er 575 Breið tínar náðiveingir Patrick de Neergaard prestur prædikar, Elin Jakobsen er deknur, við orglið situr Martin Restorff Jacobsen og klokkari er Mikkjal á Løðhamri. Kórið ljómur syngur eitt lag. Tøkningur í kirkjuni er Bjarni Johansen. Jenny Petersen er fyri fjórðu ferð vald at vera stjóri á Tjóðpalli Føroya. Nýggja málið er at fáa fleiri føroyskar leikir á pall, og so trýr hon uppá, at ein nýggjur Tjóðpallur verður bygdur í hesum stjóraskeiðnum, sum er fram til 2025. Fyrrverandi borgarstjórin í Havn hevði stórar trupulleikar í skúlanum, tí hann var orðblindur, men luttøka í ítrótti gav honum dirvi til at herja á. Hann vann FM í borðtennis í 1961, og formaðurin í ÍSF heiðraði hann í skúlanum. Poul var nú tríggjar ferðir føroyameistari í single. Í badminton var hann singlemeistari 10 ferðir upp í slag, og í fótbólti vann hann FM í 1971. Poul var formaður í fótbóltsdeildini, ið vildi hava altjóða viðurkenning og limur í C HM nevndini, sum í 1980 skipaði fyri stórari altjóða hondbóltskapping. Hann er vaksin vaks upp í C. Pløyens gøtu, sonur Paulu av Nesi í Vági og Hannemann Michelsen úr Havn. Elsti bróður Poul Michelsen, Aage, búsettist í Mexico. Hann var 20 ár eldri. Poul kendi nóg illa bróðurin, tá hann í 60unum kom til Føroya at ferðast. Aage var giftur eini mexikanskari kvinnu, sum hann hitti í Keypmannahavn. Hann gavst at lesa læknafrøði og flutti yvir um Atlantshav. Poul var gulur skóti, HBari, boðdrongur, lossaði á keiini og avloysti í taxabili. Lærdi hjá Balslev og Co og yvirtók vørudeildina saman við Kartna Winther og Torbjørn Sørensen. Nøkur ár seinni stovnaði Poul Michelsen egið heilsøluvirki P f Poul Michelsen, sum var ársins virki í fjør. Poul Michelsen stillaði upp til býráðsval í Havn í 1980 og tók við sum borgarstjóri 1. januar 1981. Hann sat tríggjar setur. Kommunan gjørdi stórar íløgur í eitt nú í vatnbrunn og reinsiverk í Villingardali og í Brennistøðina á Hjalla. Arbeitt varð við at menna býin, sum hevði verið innilæstur, men nú hevði lagt saman við tí partinum av Tórshavnar Uttanbíggja Kommunu, sum fevndi um Hoyvík og Hvítanes. Nógv byggiøki fekst til vega við hesum átaki. Hesi árini varð arbeitt fyri at fáa í lag samarbeiði við høvuðsstaðir í Norðuratlantshavi og í Skandinavia. Poul hevði tætt samband við eitt nú borgarstjóran í Reykjavík Dávið Oddson. Poul Michelsen varð í 1984 valdur inn á ting fyri fólkaflokkin. Í fyrstu syftu sat hann á tingi til 1990, og kom so afturíaftur í 2002. Fyrstu árini arbeiddi hann eitt nú fyri sy broyta endurgjald úr statskassanum til heildarveiting. Seinnu árini var hann eitt skifti formaður í stjórnarskipanarnevndini. Hann iðrar seg enn um, at semja ikki fekst í lag. Í 2011 fór Poul úr fólkaflokkinum og stovnaði Framsókn. Flokkurin fekk umboðan á tingi í 1911, og í 2015 tók Poul Michelsen við sum landsstýrismaður við uttanríkis og vinnumálum. Hevur í ár verið í farloyvi frá tinginum av heilsuávum. Trý fólk í tjúgunum nokta seg sek í at hava neyðtikið eina 17 ára gamla gamla gentu. Málið kom fyri í Føroya rætti fyrrapartin. Sambært ákæruritinum skal neyðtøkan vera farin fram í Havn í 2016. Talan er um samanlagt 33 ákærur, sum Føroya rættur skal taka støðu til. Kvinnan og ein av ákærdu monnunum eru ákærd í tveimum tilburðum, meðan ein 28 ára gamal maður er ákærdur í 32 av tilburðunum. 28 ára gamli maðurin játtaði seg sekan í at hava ólóglig vápn umframt eina hashpípu við loyvdum av hashi í varðveitslu. Maðurin er millum annað eisini ákærdur fyri, umvegis Snapchat, at hava framt blygdanarskemd móti 17 gentum heilt niður í 13 ára aldur við at senda teimum ónærisligar myndir og sjónbond av sær sjálvum. Eisini er maðurin ákærdur fyri at hava barnapornografiskt tilfar í varðveitslu, umframt í einum øðrum føri at hava gjørt seg kynsliga inná eina gentu, sum ikki var før fyri at seta seg upp ímóti. Flogbóltssambandið skrivar í tíðindaskrivi, at tað í heimshøpi verður roknað við, at ímillum 800 og 900 milliónir fólk spæla flogbólt, og tað ger ítróttargreinina til eina av teimum fimm størstu í heimshøpi. Tað var longu í 50 árunum, at Martin Holm, ið tá arbeiddi sum lærari á Føroya Læraraskúla, ein dagin møtti upp við einum neti og einum løgnum bólti, og greiddi næmingunum frá hesum spælinum, sum so at siga eingin kendi til um okkara leiðir. Væl lá fyri hjá Martini Holm at læra frá sær, tí ungu leikararnir tóku spælið við sær inn í skúlarnar kring landið, og síðan hevur spælið ment seg haðani. Við stovnanini av Flogbóltssambandi Føroya gjørdist flogbólturin, sum beinanvegin fekk altjóða viðurkenning, meira skipaður, eisini í landsliðshøpi, har føroysku liðini hava vunnið fleiri altjóða kappingar. Nógv er broytt síðan tá, men enn sum áður hevur ítróttargreinin, har so at siga eingin kropslig kontakt er millum leikararnar tann sama sum í útgangspunktinum, sum í dag verður spæld um allan heim. Týska blaðið Bild skrivar, at 30 fólk hava fingið skaða, men aðrir miðlar skriva, at í minsta lagi 10 fólk hava fingið skaða, av teimum fleiri børn. Enn er ógreitt, um talan er um óhapp ella tilætlaða atsókn. Sambært lokalum miðlum í býnum Volksmarsen er økið, har tilburðurin fór fram, nú avbyrgt. Eisini heitir týska løgreglan á fólk, sum hava myndir ella sjónbandaupptøkur frá hendingini, um ikki at deila tær á sosialu miðlunum. 89 ára gamli Arngrím Petersen sigur frá sínum fyrsta túri til skips. Túrurin til Íslands við sluppini Fagranes var sera ringur og teir høvdu heilar tríggjar vikur úr Føroyum til Vestmannaoyggjar. Fyrstu túrarnar royndu teir við snøri og tað var sjálvdráttur. Hetta var ein órættvís skipan, heldur Arngrím. Nú eru fleiri ár síðani borað varð niður á heita vatnið i Líðini. Og hóast myndugleikarnir søgdu, at heita vatnið eigur at verða brúkt og at tað kann hita eini 200 sethús, so er einki hent síðani, sigur Esmar Petersen, ið hevur bygt beint við holið. Enn eru tað bara hann og tveir grannar, sum gagnnýta heita vatnið. Alt hitt rennur burtur, og tað heldur Esmar er stórt spell. 20 ára gamla Silja Hammer Matras hevur stóran útferðarlongsul. Hon hevur fjakkað einsamøll í Evropa og um eitt ár ætlar hon sær at fjakka í Asia og Avstralia. Hon arbeiðir á Kollafjord Pelagic, men arbeiðið er óstøðugt og tí leitar hon sær eftir støðugari arbeiði fyri at savna pengar til ferðina. 8 8 ára gamla Jóna Johannesen er blind, men hon keðir seg ikki. Hon lurtar eftir Útvarpinum allan dagin. Jóna sigur, at ta ð vóru ringar tíðir tá hon vaks upp, men tey fóru kortini ongantíð svong til hvíldar um kvøldið. Bjarni Petersen byggir í hesum døgum nýtt neyst ístaðin fyritað gamla, ið hann fyri kortum hevur keypt. Men hann heldur tað vera løgið, at tað gongur so torført at sleppa at byggja neyst í longstu bygd í Føroyum. Tórshavnar Kommuna vísir ikki vælvild móti kollfirðingurm, sigur Bjarni. Síðani Terji Davidsen gavst við egnari tannlæknastovu í Líðini, hevur hann verið heilar 20 ferðir í Grønlandi og starvast sum avloysari. Hann sigur, at Grønland hevur eina serliga spennandi og stórbara náttúru og honum dámar væl fólkið. Konan Elsa Davidsen hevur fleiri ferðir verið í Grønlandi og vitjað Terja. Elsa greiðir frá stóru broytingunum í ferðingarmynstrinum í sínari tíð. Í hesum døgum er eitt rættarmál í Føroya rætti. Tey trý fólkini í tjúgunum nokta seg sek í at hava neyðtikið eina 17 ára gamla gamla gentu. Málið kom fyri í Føroya rætti fyrrapartin. Sambært ákæruritinum skal neyðtøkan vera farin fram í Havn í 2016. Talan er um samanlagt 33 ákærur, sum Føroya rættur skal taka støðu til. Kvinnan og ein av ákærdu monnunum eru ákærd í tveimum tilburðum, meðan ein 28 ára gamal maður er ákærdur í 32 av tilburðunum. 28 ára gamli maðurin játtaði seg sekan í at hava ólóglig vápn umframt eina hashpípu við loyvdum av hashi í varðveitslu. Maðurin er millum annað eisini ákærdur fyri, umvegis Snapchat, at hava framt blygdanarskemd móti 17 gentum heilt niður í 13 ára aldur við at senda teimum ónærisligar myndir og sjónbond av sær sjálvum. Sí innslag við Hera Andreassen, leiðara á kriminaldeildini, og samrøðu við Óla Rubeksen, SSP ráðgeva, við at trýsta á pílin á myndini. Tí fóru fólk á staðnum í skundi inn í annan bygning við rennibreytina venjingarmiðstøðina Yndi og fingu fatur í einum virkandi hjartastartara har. Fara múgvandi at gera íløgur í íbúðir, tí tey skulu gjalda negativa rentu fyri at hava pengar á bók, verður torførari hjá ungum at fáa tak yvir høvdið, sigur Elin Hentze Talan er um tilnevningar í tveimum ymiskum flokkum, Popp rokk og Opnum flokki. Í Opnum flokki hevur Afennginn fingið fýra tilnevningar og Janus Rasmussen tríggjar. Í Popp rokk flokkinum hevur Reality Bytes fingið fýra tilnevningar, um tilnevningin hjá Daniu O. Tausen sum ársins kvinnuligi sangari verður roknað uppí. Marius DC, Jasmin, Ingi Poulsen og Greta Svabo Bech hava øll trý fingið tríggjar tilnevningar. Enn eru nakrar tilnevningar eftir at kunngera, eitt nú Ársins nýggja navn og Ársins videolag, men niðanfyri fæst eitt yvirlit yvir tað, dómsnevndirnar higartil hava kunngjørt TILNEVNINGAR Á FMA 2020 POPP ROKK Ársins kvinnuligi sangari Maarya Dania O. Tausen Greta Svabo Bech Jasmin Tamara Ársins mannligi sangari Ingi Poulsen Lyon Hansen Marius DC Ragnar Finsson Pól Arni Holm Ársins sangur Kostbar Ingi Poulsen When I Was A Kid Flowin All My Bones Greta Svabo Bech Juliet Lyon Symphony of Storms Reality Bytes Ársins útgáva. Almannaverkið hevur givið Trivnaðarnevndini hjá løgtinginum eitt yvirlit um starvslýsingar. Niðurstøðan er, at stórar avbjóðingar eru at fáa skikkað starvsfólk. 35 prosent av starvslýsingunum eru úrslitaleysar, 19 prosent eru ónøktandi og 16 prosent eru væleydnaðar. Í desember í fjør hevði Almannaverkið 1.002 starvsfólk, 212 fleiri enn í 2015. Úrslitið í fjør hjá Bakkafrost samtakinum var 801,9 milliónir krónur eftir skatt. Tað var 960,3 milliónir krónur í 2018. Bakkafrost samtakið hevði 415,3 milliónir krónur í rakstrarvinningi í fjórða ársfjórðingi í fjør. Úrslitið eftir skatt 219,5 milliónir. Í 2018 var úrslitið hall, 6,6 milliónir krónur í fjórða ársfjórðingi. 25.900 tons av laksi vórðu tikin í ársfjórðingunum, av teimum 7.900 tons í Skotlandi. Sunnudagin fekk MRCC støðin fráboðan um, at ein av manningini á føroyska uppsjóvarskipinum, Arctic Voyager, hevði fingið skaða, ikki álvarsligan, men at neyðugt var at fáa hann undir læknahond. Tyrlan hjá írsku bjargingartænastuni vildi ikki flúgva so langt í ringa veðrinum, og tí sigldi Arctic Voyager móti bjargingartyrluni, skrivar RTE. Hasfjord kom á Havnina úr Noregi hósdagin. Í løtuni verða smærri umvælingar og ábøtur gjørdar á skipið á skipasmiðuni Mest, og tað arbeiðið verður liðugt fyrsta dagin, sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni. Stjórin á Strandferðsluni upplýsir, at fyrstu dagarnar fer Hasfjord í royndarsigling, soleiðis at manningin fær eina greiðari fatan av, hvussu skipið roynist, eitt nú tá tað skal leggja at. Kommunustjórin er næsti ráðgevi hjá borgarstjóranum, býráðnum og fíggjarnevndini. Og harumframt er hann ovasti umsitingarleiðari hjá kommununi, saman við borgarstjóranum, stendur í lýsingini. Starvið sum kommunustjóri í Fuglafirði verður sett frá 1. september. Tað verður lønt í 37. lønarflokki hjá Tænastumannafelagnum, tó uttan at vera tænastumannastarv. Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, hevur enn einaferð svarað Heðini Mortensen, løgtingsmanni, um farloyvi hjá kommunustýrislimum. Heðin Mortensen spurdi tá landsstýrismannin, um tað var politisk avgerð at broyta siðvenjuna um farloyvi hjá kommunustýrislimi brádliga beint fyri jól í fjør. Gunvør Balle, býráðslimur í Tórshavnar kommunu, var í farloyvi, men hon kom kortini á býráðsfund. Og tað hevði hon rætt til, tí eingin regla forðar einum kommunustýrislimi at møta á býráðsfundi, hóast viðkomandi er í farloyvi, segði Kommunala eftirlitið í einum svari til Tórshavnar býráð. Donsku ferðafólkini eru saman við 1.000 øðrum ferðafólkum avbyrgd í einum gistingarhúsi í býnum Adeje í landsynningspartinum av Tenerifa, eftir at staðfest varð, at eitt ferðafólk úr Italia er smittað við COVID 19. Nú er maðurin, sum sjálvur er lækni, lagdur inn á sjúkrahús í Tenerifa, skrivar TV2. Tilsamans átta norðurlendskir gestir eru á gistingarhúsinum í Adeje, sviar, finnlendingar og danir. Men fríggjadagin helt Kommunala arbeiðsgevarafelagið, at ov langt var millum partarnar til, at teir megnaðu at finna semju sjálvir, hóast átta samráðingarfundir hava verið. Felagið vildi tí hava Semingsstovnin uppí. Samráðingarleiðari hjá Maskinmeistarafelagnum er Ólavur Gunnarsson, formaður, og hjá Kommunala arbeiðsgevarafelagnum er Anita Fuglø samráðingarleiðari WHO hevur valt 2020 at vera altjóða ár sjúkrarøktarfrøðingina. Hetta er eisini árið, tá móður sjúkrarøktinnar, Florence Nightingale, varð borin í heim fyri 200 árum síðan. Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar hava valt at hátíðarhalda árið við einum búmerki. WHO varpar eisini ljós á ein heimsumfatandi tørv á sjúkrarøktarfrøðingum. Í 2030 metir WHO, at tað verður tørvur á 9 milliónum sjúkrarøktarfrøðingum fyri at nøkta teimum avbjóðingum, sum heilsuverkið tá fer at hava. Vit hava tørv á fleiri sjúkrarøktarfrøðingum í Føroyum. Fleiri fara frá fyri aldur, enn vit seta við, sigur Óluva við Gong, forkvinna í felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar. Teir báðir menninir greiddu í rættinum í gjár frá, at teir hildu seg bara skula smugla 3 4 kilo av rúsevnum í part, og at teir fingu 50.000 krónur í part fyri hvørt kilo, sum teir smuglaðu. Fólkakongressin, tað er dagurin tá tjóðartingið kemur saman aftur, skuldi verið sett 5. mars. Vanligt er, at tjóðartingið er saman í 10 dagar. Ikki færri enn 2970 fólk, flestu teirra úr kommunistaflokkinum, manna fólkakongressina. Men útbreiðslan av coronavirusinum ger, at fólkakongressin er fyribils útsett. Skuldi kongressin verið sett, so høvdu limirnir møtt í masku, og tað hevði verið eitt vánaligt tekin at sent umheiminum, heldur stýrið í Beijing. Vit tosa við høvundan, og Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin og formaður í uttanlandsnevndini, og Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, koma í útvarpsstovuna at kjakast um evnið. Náttúruvernd, fuglavernd og ferðavinna í Mykinesi eitur tilmæli, sum Visit Faroe Islands, Umhvørvisstovan, Sørvágs kommuna, Tjóðsavnið, Havstovan og Visit Vágar hava gjørt. Tari hevur í Norðurlondum í stóran mun verið mett sum djóraføði, ella í ússaligasta føri, sum matur fyri fólk í svárastu neyð. Sagt verður at tey doyðu við tarablaði í munni , tá tey ikki átti fyri matartugguna. Men nú er áhugin fyri vinnuligari taraaling vaksandi í Evropa og í USA, og hesin áhugi er grundaður á ein øktan eftirspurning eftir heilsugóðum mati og týdningarmiklum evnum í taranum, ið millum annað verða nýtt í fóðri, kosmetikki og heilivági. Harumframt kann taraaling verða við til at avmarka CO2 útlát. Ocean Rainforest hevur seinastu 10 árini gjørt royndir við taraaling. Tey meta, at tað er gott grundarlag fyri, at tari kann vaksa í Føroyum. Tari veksur væl í Føroyum, fyrst og fremst tí vit hava eitt støðugt hitalag í sjónum. Um summari hava vit serliga gott ljós, og tari veksur best í ljósi. Harumframt tekur tarin eisini upp tøðevnir, sum vit hava nógv av í føroyska landgrunninum og inni á firðunum. Nýtslan av landjørðini er sera høg og intensiv í dag so tað, at vit fara út á sjógv at ala matvørur og heilsugóðar vørur, lættir um trýstið. Eisini gevur havumhvørvið taranum alt, sum hann hevur tørv á. Býráðið samtykti síðani við níggju atkvøðum eitt uppskot frá Fíggjarnevndini um at seta økið í Saksun alment til sølu. Tvær atkvøður vóru ímóti. Og mælt varð eisini til, at økið verður ikki sett til sølu fyrr enn endaliga niðurstøðan frá Yvirfriðingarnevndini er komin.Eisini tað varð samtykt. Økið, sum nú skal bjóðast út, er annars longu selt einum felag undir stovnan. Og Sunda kommuna hevur fingið pengarnar fyri økið, sum er 4.500 fermetrar. Heðin Zachariassen, borgarstjóri í Sunda kommunu, hevur sagt, at pengarnir, sum kommunan hevur fingið fyri jørðina í Saksun, verða goldnir aftur. Tað sigur Lilja Dahl, sum býr í norðuritalska býnum Modena. Har eru tey av álvara farin at merkja árinini av coronavirusinum í gerandisdegnum. Italia er tað landið í Evropa, sum er meinast rakt. Onnur evropeisk lond, har smittan eisini er staðfest, eru millum annaðTýskland, Frakland og Spania. Tí er tað kærkomið við eini sjúkradagpeningaskipan, sum ikki hevur avmarkingar, sigur Jansy Gaardlykke, dagligur leiðari í Krabbameinsfelagnum. Í dag kunnu langtíðarsjúk fáa sjúkradagpening í 40 vikur, men politiskar ætlanir eru bæði í samgongu og andstøðu um at broyta skipanina. Hetta er søgan um tann fantastiska mannakroppin, í sendingini ferðast vit inni í kroppinum og fylgja torføru ferðini, tá sáðið leitar sær til eggið, vit síggja samanrenning millum egg og sáð og menningina haðani. Vit síggja stórfingnu søguna um, hvussu kroppurin starvar og hvussu vit gerast tey, vit síggja eisini dømi um fantastiskar førleikar. Fylgja eini familju, sum fær tríburar millum annað. Alt søgur um mannakroppin, ið sanniliga ikki er minni enn eitt undur Fróðskaparetur Føroya er staðið, har flestu føroysku granskararnir fáa sína granskaraútbúgving, og vit fáa eitt prát við Berg D. Hansen, dekan, áðrenn Hallbera West greiðir frá um sína gransking innan ábyrgargering innan politisku skipanina í Føroyum. Stóra spurninginum svara Jóhanna á Lava Køtlum, stjóri í Fiskaaling, Bergur D. Hansen, dekanur, Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum og Heini í Skorini, granskari. Tað var eftir øllum at døma ein 29 ára gamal sálarsjúkur týskur maður, sum í gjár koyrdi inn í eina mannamúgvu ið helt føstulávintshald í týska býnum, Volkmarsen. 52 fólk fingu skaða, 18 av teimum vóru børn, skrivar Berlingske. Hann hevði frammanundan sagt við grannarnar, at hann fór at koma í týsku miðlarnar. Hann liggur á sjúkrahúsi við skaða í høvdinum, og løgreglan hevur ikki avhoyrt hann enn, skrivar Bild. Týska løgreglan sigur, at talan var um eitt álop, men at politikkur ikki var orsøkin, og tí verður málið kannað sum eitt drápsmál, og ikki sum yvirgangur. Myndugleikarnir í Kina siga, at granskarar á Tianjin universitetinum hava funnið heilivág fyri coronavirus. Talan er um tablettir, sum skulu verja fólk fyri virusinum. Huang Jinhai, professari, sigur við kinesisku tíðindastovuna, Global Times, at hann sjálvur hevur tikið fýra tablettir, og at hann ikki merkir nakað óvanligt av teimum. Hann sigur, at tablettirnar styrkja immunverjuna og verja samstundis fyri COVID 19 virusinum. Jinhai leggur aftrat, at heilivágurin møguliga kann lekja tey, sum eru sjúk. Aðrir granskarar siga seg rokna við, at tá kanningarnar av nýggja heiliváginum eru lidnar, so man tað mesta av einum ári vera gingið, so heilivágurin verður neyvan tøkur fyrr enn um í minsta lagi um eitt ár, sigur danski granskarin, Randrup Thomsen. Hann fegnast kortini um, at kinesisku granskararnir hava funnið ein heilivág, sum kanska kann nýtast, skrivar TV2. Stjórin í danska heilsustýrinum, Søren Brostrøm, sigur við TV2, at nýggi heilivágurin verður ikki tøkur í bræði. Hann vísir á, at longu tá COVID 19 virusið varð kent, fóru granskingarstovnar, við stuðuli frá millum øðrum Heimsheilsustovninum, undir at finna heilivág, men hann verður ikki klárur fyrr enn í fyrsta lagi um hálvt til hálvtannað ár. Corona smittan hevur við sær, at kinesiski marknaðurin er stongdur. Og síðani 10. februar hevur Bakkafrost ikki kunnað útflutt laks til russiska marknaðin, tí heilsufrøðiligu myndugleikarnir í Russlandi hava sett føroysku alifyritøkuna á reyðalista. Fimm ferðir hevur Steven Curtis Chapman vunnið Grammy heiðurslønir fyri síni avrik sum sangari, tónleikari og sangskrivari. Sangir hasnara hava rørt milliónir av menniskjum, og hann er still going strong. Vit spæla sangir av hansara seinastu útgávu. Ófriðardeildin er ein tann mest kenda og tiltikna løgregludeildin í donsku løgreglusøguni. Deildin var virkin frá 1965 2001 og skuldi avdúka narkohandil, rockarar og bz arar. Í hesum partinum standa teir í ófriðardeildini yvir fyri einum nýggjum slagi av mótstøðufólki BZ arar og politiskum aktivistum og tað fer ikki stillisliga fram. Altjóða granskingarverkstovan Leiðin til Arktis , sum Hallbera West hesaferð samskipar, verður í hesum døgum hildin í Føroyum. Vit frætta um tiltakið og eitt sindur um, hvussu ferðandi vísindafólk sóu Føroyar fyri á leið hundrað árum síðani og gott tað. Bergur Djurhuus Hansen, dekanur, var í útvarpsstovuni. Framsókn mælir nú til eina samskipaða virkisætlan fyri føroyskt mál. Er tað nú neyðugt, hvat snýr tað seg um, og stendur so illa til Ruth Vang svaraði spurningunum. Og so spurdu vit Rólant Waag Dam, samskipara av FMA, Faroese Music Awards, hví tónleikarar, sum spæla til FMA, ikki fáa nakra serliga samsýning. Hoyrið sendingina her Hetta er søgan um tann fantastiska mannakroppin, í sendingini ferðast vit inni í kroppinum og fylgja torføru ferðini, tá sáðið leitar sær til eggið, vit síggja samanrenning millum egg og sáð og menningina haðani. Vit síggja stórfingnu søguna um, hvussu kroppurin starvar og hvussu vit gerast tey, vit síggja eisini dømi um fantastiskar førleikar. Fylgja eini familju, sum fær tríburar millum annað. Alt søgur um mannakroppin, ið sanniliga ikki er minni enn eitt undur Talan er um Rebekku Eschen Danielsen, sum spælir fyri Kentucky University í USA, Áslu Johannesen, sum spælir fyri FC Nordsjælland, umframt Lív A. Poulsen og Margunn Lindholm, sum spæla fyri Sundby BK í Danmark. Eyðgerð Rúnadóttir Mikkelsen, HB Rebekka Eschen Danielsen, Kentucky University USA Marita Jarnskor, ÍVB Lív Finnbogadóttir Arge Poulsen, Sundby BK Danmark Margunn Lindholm, Sundby BK Danmark Heidi Sevdal, NSÍ Ásla Johannesen, FC Nordsjælland Danmark Eyðvør Klakstein, KÍ Rannvá B. Andreasen, KÍ Olga Kristina Hansen, B36 Evy á Lakjuni, KÍ Hjørdis Nesá, ÍVB Jensa K. Tórolvsdóttir, ÍVB Ansy Sevdal Jakobsen, NSÍ Marta S. Thomsen, ÍVB Sanna Svarvadal, KÍ Sara Samson Lamhauge, HB Jacoba Langgaard, ÍVB Sarita Maria Mittfoss, HB Julia Naomi Mortensen, HB Eftir venjingardystin fer landsliðið aftur undir EM undankappingina, har Føroyar eru í bólki saman við Wales, Norra, Norðurírlandi og Hvítarusslandi. Um Danmark vil halda fast um ríkisfelagsskapin, má Danmark eisini broyta avgerðargrundarlagi í uttanríkispolitiskum avgerðum, sum viðvíkja Arktiska økinum, heldur Ulrik Pram Gad. Politisku tíðirnar eru broyttar vísir lektarin á, og tí má Danmark legitimera avgerðir í arktiska økinum við støði ynskjum í Grønlandi og Føroyum, og ikki longur einans taka avgerðir vegna Grønland og Føroyar. Vit práta við Ulrik Pram Gad og Sjúrð Skaale, umframt at Bill Justinussen, Høgni Hoydal og Jaspur Langgaard, limir í uttanlandsnevndini, kjakast í útvarpsstovuni. Heimsins størsta barnabókamessa, Bologna Childrens Book Fair, sum eftir ætlan skuldi verða í italska býnum, Bologna, síðst í mars mánaði, er útsett til fyrst í mai. Um Danmark vil halda fast um ríkisfelagsskapin, má Danmark eisini broyta avgerðargrundarlagi í uttanríkispolitiskum avgerðum, sum viðvíkja Arktiska økinum, heldur Ulrik Pram Gad Tíðirnar í politikki eru broyttar vísir lektarin á, og tí má Danmark legitimera avgerðir í arktiska økinum við støði ynskjum í Grønlandi og Føroyum, og ikki longur einans taka avgerðir vegna Grønland og Føroyar. Og júst hetta við at taka Føroyar og Grønland við í uttanríkispolitiskar avgerðir, var nakað, sum Mette Fredriksen legði dent á í setanarrøðuni í Fólkatinginum í oktober í fjør Men kanska fyri fyrstu ferð nakrantíð, hava fleiri føroyskir stovnar og ein kommuna funnið saman og gjørt eitt uppskot til hvussu eitt øki í landinum skal skipast í samband við ferðavinnuna. Tað eru Visit Faroe Islands, Umhvørvisstovan, Sørvágs kommuna, Tjóðsavnið, Havstovan og Visit Vágar, ið saman hava latið úr hondum tilmælið Náttúruvernd, Fuglavernd og Ferðavinna í Mykinesi. Sum navnið bendir á, er talan um eina ætlan, sum í framtíðini skal skipa Mykines, so at atlit verður tikið til ikki bara ferðavinnuna, men eisini náttúruna og fuglalívið á oynni. Og í álitinum kemur tíðiliga fram, at tað serliga er samanvevsturin av ferðafólkum og gongdin gjøgnum lundanlandið, ið er ein trupulleiki, ið má loysast. Taks hevði als ikki førleikar at meta um skattafrádráttin hjá EIK tað vísir frágreiðingin hjá Bárði Larsen, sum varð almannakunngjørd hósdagin í síðstu viku. Hóast frágreiðingin hjá Bárði Larsen í fyrstu atløgu var afturhildin fyri almenninginum av Fíggjarmálaráðnum, er hon nú almannakunngjørd næstan trý ár eftir, at hon var latin Fíggjarmálaráðnum. Frágreiðingin kastar ljós á viðgerðina hjá TAKS upp til fyrru avgerðina í 2015, sum staðfesti at EIK hevði rætt til ein frádrátt uppá 477 milliónir og aðru viðgerðina, sum førdi til at EIK ikki slapp at draga nakað frá kortini. Luttakarar Ulrik Pram Gad, Sjúrður Skaale, Høgni Hoydal, Jaspur Langgaard, Bill Justinussen, Jóhan Pauli Helgason og Janus Hansen. Men kanska fyri fyrstu ferð nakrantíð, hava fleiri føroyskir stovnar og ein kommuna funnið saman og gjørt eitt uppskot til hvussu eitt øki í landinum skal skipast í samband við ferðavinnuna. Tað eru Visit Faroe Islands, Umhvørvisstovan, Sørvágs kommuna, Tjóðsavnið, Havstovan og Visit Vágar, ið saman hava latið úr hondum tilmælið Náttúruvernd, Fuglavernd og Ferðavinna í Mykinesi. Men hóast hetta snýr seg um viðurskiftini í Mykinesi, hevur eingin íbúgvi ella jarðareigari verið við í arbeiðinum. Jóhan Pauli Helgason, menningarleiðari hjá Visit Faroe Islands, ásannar kortini, at um tað skal eydnast at gera nakað við støðuni, so mugu allir partar vera við. Luttakarar Janus Hansen og Jóhan Pauli Helgason Taks hevði als ikki førleikar at meta um skattafrádráttin hjá EIK tað staðfesti frágreiðingin hjá Bárði Larsen, sum varð almannakunngjørd í sínum fulla líki hósdagin í síðstu viku. Men ikki nokk við tí hóast stovnurin ikki hevði førleikarnar, leitaði man ikki eftir førleikum uttanfyri stovnin í fyrstu syftu. Hóast frágreiðingin hjá Bárði Larsen í fyrstu atløgu var afturhildin fyri almenninginum av Fíggjarmálaráðnum, er hon nú almannakunngjørd næstan trý ár eftir, at hon var latin Fíggjarmálaráðnum. Frágreiðingin kastar ljós á viðgerðina hjá TAKS upp til fyrru avgerðina í 2015, sum staðfesti at EIK hevði rætt til ein frádrátt uppá 477 milliónir og aðru viðgerðina, sum førdi til at EIK ikki slapp at draga nakað frá kortini. Málið hevur ikki verið nóg væl upplýst hjá TAKS fyrru ferð er niðurstøðan hjá Bárði larsen. Týðandi upplýsingar hava ikki verið fingnir til vega millum annað sæst hetta við at , at kalla einki skjal er í málinum í tíðarskeiðinum 2013 til 2015. Tá Taks fer undir eina nýggja viðgerð eftir at málið hevði verið umrøtt í miðlunum, fer TAKS undir at fáa neyðugu upplýsingarnar til vega, eins og Taks vendir sær til danska SKAT um hjálp til viðgerðina. Í grundgevingini at fáa fakligan styrk, skrivar TAKS hetta. Tað er náttúrligt og skilligt og tað rætta at gera, at Taks vendir sær til Skat í hesum trupla málið, heldur Bárður Larsen men støðan er ikki íkomin í Januar ella februar í 2016 hon hevur verið har alla tíðina og tað átti tí at verið tikið stig til hetta í 2013. Manglandi upplýsingin av málinum fram til juni í 2015 er serliga órógvandi um avgerðina verður sæð sum ein eindalig stafesting. Tað skuldi hon ikki síggjast sum, sigur TAKS millum annað í Samskifti við Bárð Larsen undir kanningararbeiðinum. Bráðfeingisstjórin tykist tó ikki góðtaka hetta sjónarmiði sum veruligt grundarlag undir avgerðini hjá Taks. Hann setir spurnartekin við hugtakið goodwill við virðinum 0 krónir, sum niðurstøðan er eftir at TAKS hevur viðgjørt málið aðru fer. Tá einki grundarlag er fyri frádrátti hvørki grundað á rakstrartap ella sum goldnar útreiðslur fyri goodwill, er tá ikki meira reelt at afturkalla fyrru avgerðina frá 2015 spyr bráfeingisstjórin í frágreiðingini. Tað heldur stjórin á TAKS ikki hann fastheldur, at báðar viðgerðir stuðla uppundir somu niðurstøðu nemliga, at har var eitt skatligt goodwill í fyrru avgerðini var tað sett at vera 477 milliónir í aðru viðgerðini null krónir. Betri ella EIK, sum bankin æt tá misti sostatt frádráttin uppá næstan eina hálva milliard. Taks hevði ongantíð givið endaligt loyvi til, at EIk slapp at draga tær 477 milliónirnar frá, sambært Eyðuni Mørkøre stjóra í TAKS. So leingi sum TAKS ikki hevði vent aftur og endaliga góðkent upphæddina, hevði Taks ikki loyvt frádráttinum, var frágreiðingin hjá stjóranum. Men eisini hetta setur bráfeiðingsstjórin spurnartekin við. Hann ivast í um stjórin á Taks sigur sannleikan um málið. Tá ein lesur skjølini í málinum fær ein kortini ikki hesa fatan, at málið undir øllum umstøðum fór at vera tikið uppaftur. Í ætlanarskrivi frá Taks tann 22. juni í 2015 og í endaligum sokallaðum broytingarskrivi 30. juni 2015 stendir millum annað hetta Í Føroyum er ein virðisásetingarnevnd, sum tað er í Danmark, sum kann vera til hjálp. Tað er tí neyðugt at EIK banki sjálvur uppgerð skattligt goodwill, sum kann avskrivast yvir 10 ár. Tá Eik Banki hevur gjørt skattliga virði av good will upp, kann TAKS loyva at hetta verur avskrivað við einum 10 inda parti frá og við 2011 sambært grein 35a stk 2 í skattalógini. Eik sigur millum annað í svarinum frá 29. juni í 2015 Eik tekur hesar niðurstøðu til eftirtektar og rættar sjálvuppgávurnar afturvirkandi til 2011. Eik banki innarbeiðir í hesum sambandi skattliga avskriving av skattligum good will í sjálvuppgávurnar. Reguleringini á 477 milliónir krónir, sum bankin áður hevur drigið frá á sjálvuppgávuni í einum, verður afturførd og avskrivað skattliga frá 2011 við einum 10 parti um árið. Eik sigur at enda, at hevur TAKS spurningar kunnu tey venda aftur. Men Taks vendir ikki aftur ikki fyrr enn tíðliga í 2016, eftir at Jørn Astrup Hansen tekur seg úr nevndini hjá EIK og kunnar myndugleikarnar um sína støðu. Sostatt bendir einki á, at tað er annað enn ávirkan uttanífrá, sum førir til, at TAKS tekur málið uppaftur er niðurstøðan hjá Bárði Larsen. Niðurstøðan hjá bráfeingistjóranum er sostatt, at tað er mest náttúrligt at halda, at avgerðin hjá Taks frá 30. juni í 2015 var ætlað at vera endalig. Samrøður við starvsfólk hjá Taks og starvsfólkið, sum Taks lænti frá Skat stuðlar uppundir hesa niðurstøðu, tá tað gerst greitt, at starvsfólkið frá Skat hevði fingið sum uppgávu at finna eina loysn, sum ikki innibar, at fyrra avgerðin skuldi takast aftur. Í notatið frá 2. august í 2016 framgongur at starvsfólkið lænt frá danska SKAT kannaði hvørjir møguleikar vóru fyri at sleppa undan at kalla fyrru avgerðina aftur, ella um tað var møguligt at koma til eina nýggja niðurstøðu uttan at kalla fyrru avgerðina aftur. Slapst undan at kalla fyrru avgerðina aftur, hevði Taks ikki tikið skeiva avgerð av fyrstan tíð, men tó kundi forðast fyri, at Eik fekk skattafrádráttin, sum TAKS nú ikki metti, at bankin hevði rætt til kortini. Fulltrúðin frá SKAT er tó greiður yvir, at tað eru veikleikar í niðurstøðuni eitt nú tí Taks hevur sagt, at Eik sjálvt má koma við einum boðið uppá virðið av good will, men ikki hevur gjørt viðmerkingar, tá EIk kom til niðurstøðuna 477 milliónir krónur. Um hetta sigur starvsfólkið. Í degi og viku 28 september í 2017 segði Eyðun Mørkøre, at bráfeingisstjórin hevði misskilt hetta við, at fyrra avgerðin hjá Taks var endalig Eyðun Mørkøre vildi eisini vera við, at Kringvarpið heldur átti at lisið viðmerkingarnar hjá Taks til málið, sum vóru almannakunngjørdar á heimasíðuni hjá fíggjarmálaráðnum samstundis sum frágreiðingin hjá Bárði Larsen. Í viðmerkingunum á heimasíðuni hjá Fíggjarmálaráðnum stóð millum annað, at grannskoðaravirkið Spekt tók undir við avgerðini hja Taks um, at virðið av good will var lig við null. Seinni kom tó fram, at Spekt í fleiri vikur hevði roynt, at fingið Taks at rætta hesa viðmerkingin. Kristina Háfoss, var landstýrisfólk í fíggjarmálum í 2017, hon vildi ikki viðmerkja frágreiðingina hjá Bárði Larsen tá hon varð handað Fíggjarmálaráðnum, hóast bráfeingisstjórin sáddi iva um, hvørt stjórin á TAKS hevði sagt ósatt ella konstruera eina fiktón , sum hann orðaði seg. Kristina Háfoss vildi heldur ikki viðmerkja hetta, at Spekt hevði kravt eina rætting til viðmerkingar, sum Fíggjarmálaráðið hevði á síni heimasíðu, um at Spekt tók undir við niðurstøðuni good will lig við null. Í dag sigur Kristina Háfoss somuleiðis, at tað vildi verið skeivt at tikið eina avgerð um framtíðina hjá stjóranum í TAKS áðrenn fútin var komin til eina niðurstøðu viðvíkjandi skattamálinum. Málið var liðugt viðgjørt hja danska bakmandspolitiinnnum í novemberi fjørð og liggur nú til løgfrøðiliga metingin hjá ákæruvaldinum. Serliga er vert at leggja til merkis, at framleiðslan av lidnari vøru í seinasta ársfjórðingi av 2019 gav eitt rakstrarúrslit uppá 36,6 milliónir krónur. Alt árið í 2019 hevði framleiðslan av lidnari vøru eitt rakstrarúrslit uppá 63,7 milliónir krónur. Her er gongdin vend, tí í 2018 gav framleiðslan eitt hall uppá 22,4 milliónir krónur. Úrslitið hjá Bakkafrost samtakinum eftir skatt var 219,5 milliónir krónur seinasta ársfjórðing í 2019 samanborið við eitt hall uppá 6,6 milliónir krónur sama ársfjórðing í 2018. Fyri alt árið í fjør var úrslitið hjá samtakinum eftir skatt góðar 800 milliónir krónur í mun til 960 milliónir árið fyri, sigur Bakkafrost. Eitt gistingarhús á sponsku frítíðaroynni Tenerifa er í løtuni avbyrgt, orsaka av, at coronasmittan er staðfest hjá einum, sum hevur verið á staðnum. Fleiri føroyingar eru staddir á Tenerifa í løtuni, har lítið fæst av kunning um støðuna. Stórur áhugi hevur eisini verið at keypa maskur frá Tjaldurs Apoteki. Har hava tey selt so nógvar maskur í seinastuni, at í løtuni eru ongar eftir á goymslu, og torført er at fáa hendur á nýggjum maskum. Skal landskassin ikki hava rokningina fyri størsta partin av tí, Suðuroyartunnilin fer at kosta, verður neyðugt at umhugsa aðrar samhaldsfastar gjaldsmøguleikar. Tað sigur Christian Andreasen, formaður í Rættarnevndini, sum viðger eitt uppskot um at stovna partafelag, sum skal byggja og reka Suðuroyartunnilin. Vestmanna er kent fyri vatnorku, vestmannabjørgini og Vestmenn. Men í Vestmanna liggur eisini ein lítil, ókendur, men sera áhugaverdur miðnámsskúli. Tá fundurin hevur verið við Kommunala arbeiðsgevarafelagið í morgin, verður avgjørt, hvat so skal henda, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður. Men fríggjadagin helt Kommunala arbeiðsgevarafelagið, at ov langt var millum partarnar til, at teir megnaðu at finna semju sjálvir, hóast átta samráðingarfundir hava verið. Felagið vildi tí hava Semingsstovnin uppí. Vandin, ið stendst av coronavirusinum, COVID 19, er størstur hjá eldri fólki og illa sjúkum, sigur heimsheilsustovnurin, World Health Organization. Vit síggja lutfalsliga fá børn, og mugu gera fleiri kanningar fyri at staðfesta, hví børn eru betri vard, sigur aðalstjórin í WHO, Tedros Adhanom Ghebreyesus. Johan Giesecke, professari við Karolinska instituttið í Svøríki og ráðgevi hjá aðalstjóranum í WHO í smittuspurningum, sigur, at frágreiðingin er helst, at børn oftast fáa eina óvanliga infektión. Tað vil siga, at børnini eru sjúk uttan at tey merkja tað. Tí síggjast tey ikki í hagtølunum. Kinesiki fólkaheilsumyndugleikin kunngjørdi í gjár frágreiðing, har sagt verður, at 45.000 hava fingið COVID 19 virusið. Av hesum eru bara 400 børn yngri enn 10 ár, og 550 millum 10 og 20 ára gomul. Einki barn yngri enn 10 ár er deytt av sjúkuni, og bara ein er deyður í bólkinum 10 20 ára gomul, og tað er bara umleið tvey prosent av teimum smittaðu. Munurin millum viðbrekni hjá børnum og vaksnum sæst eisini í øðrum virussjúkum. Børn fáa mildari beinkrím enn vaksin, og viðvíkjandi hepatitis A, so fáa yngri børn aloftast eina óvanliga infektión, sigur Johan Giesecke, professari og ráðgevi hjá aðalstjóranum í WHO í smittuspurningum. Tað eru minni enn tveir mánaðir síðani, at heimurin gjørdist varugur við nýggja virusið, COVID 19, og síðani tá hava nærum 80.000 fólk virusið, og meira enn 2.600 eru deyð. Greiningar av teimum smittaðu vísa, at tey flestu, 80 prosent, sleppa við løttum krím sjúkueyðkennum, sum hosta, snori og fepri. Men umleið 20 prosent hava verið álvarsliga sjúk, eitt nú hava havt ilt við at anda og nýrabrek. Deyðstíttleikin er um tvey prosent, Vandin økist við aldrinum, og um aðrar álvarsligar sjúkur eru inni í myndini, skrivar svenska sjónvarpið, svt, á netinum. Meginfelag búnaðarmanna hevur stovnað smápartafelag, sum skal útvega limunum í MBM køstar til tøð, nú biogassverkið Førka á Skarðshjalla skjótt er liðugt. Løgtingið fer í dag at atkvøða um eitt uppskot um at seta eina grein 25 nevnd at viðgera uppskotið um at broyta stýrisskipanarlógina. Nevndir, sum verða settar eftir grein 25 í tingskipanini, sita, til nevndin hevur avgreitt setning sín og í longsta lagi, til tingsetan endar á ólavsøku. Orðið maður í stýriskipanarlógini skal broytast til fólk. Løgtingsmaður skal verða løgtingsfólk til dømis. Og embætismaður skal eita embætisfólk.Men samgonguleiðarin kann eita antin løgmaður ella løgkvinna. Tingkvinnurnar Ingilín Strøm í Javnaðarflokkinum og Hervør Pálsdóttir í Tjóðveldi mæla til at broyta stýriskipanarlógina hesum víðvíkjandi. Men Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sigur, at øll stýrisskipanarlógin, sum er frá 1994, skal endurskoðast í staðin fyri at gera einstakar broytingar í henni. Síðani skal hon aftur í løgtingið, eftir at val hevur verið, og verða samtykt har óbroytt í fyrstu setuni hjá tí nývalda tinginum. Løgtingið fer at viðgera uppskotini hjá Javnaðarflokkinum um lata langtíðarsjúk fólk sleppa at vera í dagpengaskipanini í meira enn 40 vikur og um at strika aldursmarkið, sum er 70 ár, í dagpengaskipanini. 144,5 kilo av ruski vóru í teimum trimum sekkjunum, sum trolararnir Heykur og Falkur eru komnir við í sambandi við tiltakið ruskveiða. Í sekkjunum vóru millum annað trol, trossar, veirur, stuttir togendar, einnýtispakkitilfar, handskar, ein spann, pakkiband, fløskur og bobbins. Ein standmynd skal setast upp í Funningi. Hon verður av Grími Kamban, sum sambært Føroyingasøgu er fyrsti maður, sum kom til Føroya. Tað var í 825, og hann fór í land í Funningi. Eftir uppskoti frá borgarstjóranum mælir Fíggjarnevndin til at brúka tær 25.000 kr, sum gamla Funnings kommuna fær í sín lut, tá Eiðis kommuna hevur keypt læknahúsini á Eiði frá Sunda kommunu og Runavíkar kommunu, sum stovnsfæ til ætlanina um standmyndina. Tað eru nógvir føroyingar sum rinda til norsku Folketrygd, tí teir arbeiða í Noregi. Folketrygd hevði eitt metgott ár í fjør, tí úrslitið vaks 12,4 prosent, og var tilsamans 29,5 milliardir krónur, skrivar DN. Úrslitið er almannakunngjørt, og eginognin hjá Folketrygd er nú 269 milliardir krónur. Úrslitið var tað besta í søguni hjá Folketrygd, upplýsir stjórin, Kjetil Houg, í tíðindaskrivi. Danske Spil vil millum annað avmarka lýsingar um spæl, tá ítróttarkappingar eru, og kend fólk, sum eitt nú Brian Laudrup og Pilou Asbæk, skulu ikki longur vera í lýsingum um spæl, tí teir fáa uttan iva fólk at spæla meir enn gott er. Herfyri fanst danski skattamálaráðharrin at nógvu lýsingunum, sum fáa fólk at spæla ov nógv, og hann nevndi millum annað, at Brian Laudrup átti ikki at verið í slíkum lýsingum. Tað fekk felagið Uni Bet at finnast at ráðharranum. Felagið vísti á, at lýsingarnar verða sendar úr Bretlandi, og koma tí ikki undir danska lóg. James og Adam Price fara fyrstu norðurlendsku mat odyss nakrantíð. Málið er púra greitt norskar, svenskar og finskar goymslur skulu takast, kannast og leggjast fyri sjónvarpshyggjaran. Á matskránni stendur millum annað Biff a la Lindstr m. Heima hjá Carl Larsson Limpa og Gubbr ra og langt inni í einum stórum, svenskum skógi eta tey elgskjøt og blábersuppu. Áhaldandi stoytir í høvdið, sum mangan koma fyri í ávísum ítróttagreinum, kunnu elva til heilaskaða og sjúkur sum Parkinson, verður staðfest í fleiri granskingum. Jú fleiri stoytir ein fær í høvdið, jú størri eru sannlíkindini fyri, at heilaskaði er farin fram. Tað sigur Bjarke á Rógvi Hansen, neurologur. Hvussu skulu tey síðstu árini verða Spurningurin verður einaferð aktuellur hjá okkum øllum. Hjá 90 ára gomlu Rakul, sum tað mesta av lívinum hevur búð mitt í Havn, varð spurningurin átrokandi, tá hon eina náttina datt í trappunum heima hjá sær sjálvari. Tá gjørdi Rakul av, at nú var nóg mikið, nú skuldi hon flyta heimanífrá. Ellisheimið í Havn bleiv hennara nýggi búðstaður. Í dag heldur hon, at tá mann ikki klárar seg sjálvan longur, so má mann lata onnur taka yvir. Sigurð og Aðalbjørg, harafturímóti, duga als ikki at ímynda sær at vera noydd at fara á eitt heim at búgva. Tey vilja fegin klára seg sjálvi. Í dag eru tey 84 og 86 ár og búgva enn í húsunum, sum Sigurð bygdi til teirra í Oyndafirði fyri 60 árum síðani. Ymisk lív er ein sending full av lívsjáttan og lívsvísdómi um tað at gerast gamal og óhjálpin. Lagt til rættis Barbara Samuelsen. Fotografur Hans Petur Hansen. Klipt Thomas Koba. Lars Monsen hevur sett sær eitt høgt mál, hann skal verða heimsins fremsti í eini kapping. Nú skal hann fyri triðu og seinastu ferð verða við í heimsins longstu hundarenning, Iditarod í Alaska. Men fyrst koma tveir nýggir hundavenjarar, sum skulu arbeiða fulla tíð, við hundunum, til kappingin byrjar. Stategiin at brúka størri smolt og berja niður laksalús uttan kemisk evni virkar. Hon verður nú eisini brúkt í alibrúkunum hjá Bakkafrosti í Skotlandi. Bakkafrost hevur gjørt avtalu um at selja lidnar vørur frá 40 prosentum av væntaðu føroysku tøkuni í fyrsta ársfjórðingi í ár, og úr 30 prosentum av allari føroysku tøkuni í ár. Tað skuldi verði gjørd ein strika í sandin og byrjað av nýggjum við granskingini við heilaskaðum, tí boksing er ikki tað sama í dag sum fyrr, sigur hann. Fyri 1. apríl væntar ákæruvaldið at koma við niðurstøðu, um grundarlag er fyri at reisa ákæru í málinum móti ábyrgdarpersónum á Landsverki. Í mai mánaði í fjør meldaði Samferðslumálaráðið, sum tá var, ábyrgdarpersónar á Landsverki til løgregluna, í kjalarvørinum á byggigølunum á skúladeplinum í Marknagili og á Landssjúkrahúsinum. Hetta varð gjørt eftir tilmæli frá Jógvani Páll Lassen, advokati, sum í gjøgnumgongd av málunum kom fram á ymisk viðurskifti á Landsverki. Samferðslumálaráðið vildi hava løgregluna at kanna, um grundarlag er fyri at reisa ákæru og endurgjaldskrav móti persónum á Landsverki, sum hava havt ábyrgd av byggigølunum í Marknagili og á Landssjúkrahúsinum. Fríggjadagin verður fyrsti fundur millum tey, sum skulu koma við tilmæli um, hvussu samstarvast skal við Novo Nordisk Grunnin um diabetes viðgerðina her á landi. Heilsumálaráðið hevur sett ein stýrisbólk og ein verkætlanarbólk at standa fyri arbeiðinum, og tað eru hesir bólkar, ið skulu hava fyrsta fundin fríggjadagin. Síðst í oktober mánaði hevði Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, fund við Novo Nordisk Grunnin um, hvussu eitt samstarv millum grunnin og føroyska heilsuverkið kann skipast. Tað er hesa tilráðing, stýrisbólkurin og verkætlanarbólkurin skulu gera. Endamálið við miðstøðunum er at skapa fortreytir fyri at avmarka talið av teimum, ið fáa diabetes, og at bøta um lívgóðsku og lívslongd hjá teimum, ið hava sjúkuna. Umframt fyribyrging og betri viðgerð, er gransking og undirvísing eisini týðandi táttur í arbeiðinum á diabetes miðstøðunum í Danmark. Danska stjórnin hevur tikið avgerð um at broyta landsroyndirnar í fólkaskúlanum. Skulu tær føroysku eisini broytast, ella rigga tær Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sigur í grein í dag, at danski og føroyski politikkurin á økinum víkir frá hvørjum øðrum. Vit fáa løgmann í útvarpsstovuna. Fyrst í apríl ella í seinnu helvt av mai mánaði fer Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, til Ísraels at kanna møguleikarnar fyri at seta á stovn sendistovu har, skrivar Sosialurin í dag. Jenis av Rana sigur við Sosialin, at vinnulívsfólk hava vent sær til hansara, og tí hevur hann gjørt av at bjóða vinnulívsfólki við til Ísraels, í royndini at fáa samband við vinnulívsfólk har. Vinnulívsfólk í Føroyum hava vent sær til møguligar samstarvsfelagar í Ísrael, men teir hava aftrað seg, tí einki formligt samband er landanna millum, sigur Jenis av Rana. Áðrenn landsstýrismaðurin fer til Ísraels, hevur hann avtalað fund við ísraelska sendiharran í Keypmannahavn. Tann fundurin verður í fyrru helvt av mars mánaði. Løgtingið hevur játtað hálva triðju millión krónur á fíggjarlógini í ár til sendistovu í Ísrael, men hon fer væntandi at kosta fýra milliónir krónur um árið at reka. Jenis av Rana dylir ikki fyri, at Jerusalem framvegis er fremst í huga hansara, tá talan er um sendistovu, men mest avgerandi er, at Føroyar fáa eina sendistovu í Ísrael, sigur hann við Sosialin. Seinasta freist at bera løgtinginum uppskot, sum skulu viðgerast í hesi tingsetuni, er fríggadagin, og seinasti framløgudagur er 6. mars. Uppskol, sum ikki er komin tinginum í hendi, áðrenn freistin er úti, mugu hava 17 undirskriftir frá løgtingsfólkum fyri at verða løgd fram. Og tað fer at taka fleiri ár at seta allar broytingarnar í verk, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna i almannamálum, sum fer at leggja uppskotið fram í hesari tingsetuni. Tær 70 til 77 milliónirnar skulu brúkast til nýggjar tænastur sum stuðulstænastur, viðlíkahaldsvenjing, heimaráðgeving og flutningstænastur, men eisini til at nøkta tørvin til verandi tænastur. Málið er, at allir bíðilistarnar til almennar vælferðartænastur eru burtur í 2024. Fyri at røkka málinum er tó neyðugt, at Løgtingið játtar neyðuga peningin. Tó umfatar hetta ikki bíðilistarnar til almennar bústaðir. Talan er um eina broytta útgávu av vælferðarlógini, sum undanfarna landsstýriskvinna í almannamálum, Eyðgunn Samuelsen, legði fram. Fyri nøkrum árum síðani bleiv felagsskapurin Fjølrit, sum arbeiðir fyri upphavsrætti á mentanarøkinum, endurreistur. Nýggi formaðurin, Høgni Sigrunarson Reistrup, greiddi frá arbeiðinum hjá felagsskapinum. Edvard Olsen er ein av okkara heilt stóru skaldsøgutýðarum. Eftir at hava arbeitt sum lærari, fór hann at týða bøkur og fekk ikki afturhald. Og so hugdu vit at onkrum av tí, sum hendir á mentanarøkinum komandi dagarnar. Av teimum stívliga 37.000 fólkunum, sum eru millum 15 og 74 ára gomul, eru umleið 32.000 í arbeiðsfjøldini tað er, at tey eru vinnuliga virkin. Vinnutíttleikin, sum er arbeiðsfjøldin í prosentum av samlaða fólkatalinum, er sostatt 85,4 prosent. Tað er størsti títtleiki í Evropa. Ísland hevur næststørsta vinnutíttleikan. Um hugt verður at ymsu økjunum í Føroyum, sæst, at vinnutíttleikin er størstur í Eysturoynni við 88 prosentum. Í Suðurstreymi og Norðoyggjum er hann 86 prosent. Bæði hjá monnum og kvinnum er tann størsti munurin millum Føroyar og Ísland og hini londini í Evropa, at tey ungu í hesum báðum londum eru nógv meira vinnuliga virkin enn aðrastaðni, og at tey eldru eru nógv longur vinnuliga virkin enn aðrastaðni. Bæði í Føroyum og Íslandi eru tey ungu longu fyri 20 ára aldur á umleið 75 prosentum í vinnutíttleika, samanborið við 50 prosent í Danmark og um 20 prosent í ES londunum sum heild. Enn størri er munurin hjá teimum eldru. Og tá tað snýr seg um tey elstu, 65 74 ára gomlu, eru Føroyar í serstøðu við einum vinnutíttleika upp á 50 prosent. Í Íslandi er hann umleið 35 prosent, meðan hann er niðri á 10 15 prosentum í Danmark og ES londunum sum heild, skrivar Hagstovan. So bersøgin er Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, í sambandi við, at skipanin við mentarnar og listastuðli harundir mentanarvirðislønir verður endurmett. Málið er at fáa lýst, um tær stuðulsskipanir, sum landið hevur, virkar eftir ætlan, og um landið fær tað burturúr stuðlinum, sum landið eigur, segði Jensi av Rana, landsstýrismaður. Danmark, Føroyar og Grønland hava ikki eitt felags útgangsstøði til samstarvið í Arktis. Tí er tað týdningarmikið, at framtíðar arktiska strategiin virðir, at londini hava ymisk áhugamál og raðfestingar. Tað er boðskapurin í eini kjakíkasti, ið Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hevur skrivað til danska miðilin altinget.dk. Kjakíkastið kemur í kjalarvørrinum av, at ferð av álvara er sett á arbeiðið at gera eina felags arktiska strategi fyri allan ríkisfelagsskapin. Hol er sett á arbeiðið í samband við at núverandi strategiin, ið bleiv orðað í 2011, endar í ár. Fundur verður hildin í Illulisat í Grønlandi um ein mánaða, har politikkarar úr øllum trimum londum koma saman at tosa um nýggja arktiska politikkin. Og tað er eitt arbeiðið, ið sambært løgmanni, kemur í tøkum tíma, tí trýstið frá útlendskum stórveldum sum USA, Russland og Kina á tey arktisku londini veksur í heilum. Í kjakíkastinum vísir løgmaður millum annað á ynskið hjá føroyingum, um at fáa meira innlit og ávirkan á uttanríkis, trygdar og verjumál, ið eru viðkomandi fyri Føroyar. Uttan hetta innlit og ávirkan hava vit ikki møguleika fyri at røkja okkara áhugamál sum ein partur av heimssamfelagnum og sjálvandi eisini Arktis, skrivar løgmaður. Umframt at brúka arbeiðið við nýggju strategiini fyri at fáa innlit og ávirkan á politiska økið, ger løgmaður eisini greitt, at fokusið hjá føroyiongum í arktiska økinum fyrst og fremst er knýtt at fíggjarligum áhugamálum. Kjarnin í arktisku strategiini hjá Føroyum er ítøkilig og fokuserað. Okkara lyklastøða í Arktis gevur okkum ein møguleika, ið ikki hevur sítt fordømi, at fáa til vega nýtt fíggjarligt virksemi. Heilt ítøkiligt ynskja vit at fáa mest møguligt burturúr teimum fíggjarligu møguleikum innan sigling, grøna orku og ferðavinnu, skrivar løgmaður. Jens Christian Svabo Justinussen, ph.d. í samfelagsvísind, var í útvarpsstovuni og greiddi frá um geopolitisku støðuna í Arktis og Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, greiddi frá um samstarvið við danir og grønlendingar um nýggju strategiina. Eyðun Gaard, stjóri á Nám, Jacob Eli S. Olsen formaður í Føroya Lærarafelag, og Jónleif Johannesen, sum í næstum byrjar sum varaskúlastjóri á Runavíkar Kommunuskúla, eru í útvarpsstovuni og kjakast um landsroyndirnar í fólkaskúlanum. Málið er at fáa lýst, um tær stuðulsskipanir, sum landið hevur, virkar eftir ætlan, og um landið fær tað burturúr stuðlinum, sum landið eigur, segði Jensi av Rana við Sosialin í fjør. Danmark, Føroyar og Grønland hava ikki eitt felags útgangsstøði til samstarvið í Arktis. Tí er tað týdningarmikið, at framtíðar arktiska strategiin virðir, at londini hava ymisk áhugamál og raðfestingar. Kjakíkastið kemur í kjalarvørrinum av, at ferð av álvara er sett á arbeiðið at gera eina felags arktiska strategi fyri allan ríkisfelagsskapin. Hol er sett á arbeiðið í samband við at núverandi strategiin, ið bleiv orðað í 2011, endar í ár. Fundur verður hildin í Illulisat í Grønlandi um ein mánaða, har politikkarar úr øllum trimum londum koma saman at tosa um nýggja arktiska politikkin. Og tað er eitt arbeiðið, ið sambært løgmanni, kemur í tøkum tíma, tí trýstið frá útlendskum stórveldum sum USA, Russland og Kina, á tey arktisku londidi, veksur í heilum. Tann spurningin seta vit í dag eftir at danska stjórnin hevur tikið avgerð um at broyta landsroyndirnar í fólkaskúlanum, og royndirnar harumframt verða sjálvbodnar fyri flestu skúlar. Hetta verður gjørt, tí eitt nýskrivað tilmæli sigur, at verandi landsroyndir ikki gevur eina rættvísandi mynd av veruliga støðinum hjá næmingunum. Næmingarnir í Føroyum eru einans til landsroynd tvær ferðir í skúlagongdini, í 4. og 6. flokki. Harafturímóti eru næmingarnir í donsku fólkaskúlunum til landsroynd tíggju ferðir í teirra tíðarskeiðið í fólkaskúlunum. Luttakarar Jenis av Rana, Hansina Iversen, Kinna Poulsen, Jens Christian Svabo Justinussen, Bárður á Steig Nielsen, Jónleif Johannesen, Jacob Eli S. Olsen og Eyðun Gaard. COVID 19 virusið er komið til Danmarkar. Talan er um eitt starvsfólk á TV2, sum hevur verið á skíferiu í Lombardínum í Norðuritalia, upplýsir heilsu og eldramálaráðið í tíðindaskrivi, sum DR endurgevur. Vit taka málið í størsta álvara, og arbeiðið at forða fyri at virusið breiðir seg, er byrjað, sigur Magnus Heunicke, heilsu og eldramálaráðharri. Maðurin kom til Danmarkar mánadagin, og hann gjørdist sjúkur í gjár. Hann varð kannaður á universitetssjúkrahúsinum í Roskilde, og har varð staðfest, at talan er um COVID 19 virusið. Hann og familjan skulu halda seg við hús í tvær vikur. Samstundis tosar stýrið fyri sjúklingatrygd við mannin, fyri at fáa greiðu á, hvørji fólk hann hevur tosað við. Tað verður gjørt, fyri at steðga virusinum at breiða seg. Býráðið skal í kvøld taka støðu til eitt tilmæli hjá fyrisitingarstjóranum og leiðaranum á Snarskivuni um, at Tórshavnar kommuna heitir á Almannnaráðið um at fáa heimild til at taka eitt hóskandi gjald frá útlendskum fólkum, sum søkja um at verða vígd í Tórshavnar kommunu. Í fjør vóru 60 vígslur hjá Tórshavnar kommunu. Í 23 førum var talan um útlendingar, tað eru fólk, sum ikki búgva her, men bara koma til Føroya fyri at verða vígd. Í Danmark kostar ein vígsla 1.650 krónur Tað er ásett í kunngerð. Føroyskar kommunur hava ikki nakra heimild at taka pengar fyri vígslur. BankNordik hevði 260 milliónir krónur í vinningi fyri skatt í fjør. Vinningurin var 323 milliónir krónur í 2018. Bankin væntar minni yvirskot í ár enn í fjør. Nettoúrslitið fyri 2020 verður 100 150 milliónir krónur. Tað var 207 milliónir krónur í ár. Útlánini hjá BankNordik minkaðu í fjør, úr tíggju milliardum krónum niður í 9,9 milliardir. Innlánini vuksu eina milliard, úr 13,4 milliardir krónur upp í 14,4 milliardir krónur. BankNordik ætlar at lata 67,2 milliónir í vinningsbýti, sjey krónur fyri partabrævið. Smápartafelagið við Sílá í Trongisvági tapti sakarmálið móti Bú og heimatænastuni í Suðuroynni, sum ikki skal gjalda felagnum 11 milliónir og 272.000 krónur umframt rentu, sum felagið stevndi eftir. Skotið hevur verið upp at hækka arbeiðsloysisstuðulin úr 75 prosentum upp í 80 prosent av útrokningargrundarlagnum, og at hækka mesta arbeiðsloysisstuðulin 1.000 krónur upp í 18.500 krónur um mánaðin. Eitt annað uppskot, sum varð avgreitt á landsstýrisfundinum týsdagin, er uppskot um lóg um doping og óreiðiliga ávirkan í ítrótti. Báðar nevndirnar vilja tosa við Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, rættarnevndin um partafelag, sum skal gera undirsjóvartunnil til Suðuroynna, og fíggjarnevndin um Landssjúkrahúsið. Rættarnevndin hevur níggju mál á skránni í dag, millum annað náttúrumargfeldislógina, dátuverndarlógina, innlit í almenn partafeløg og føroyskt sum rættarmál burturav. Fíggjarnevndin hevur tvey mál á skránni, høvuðsumvæling, útbygging og nútíðargerð á Landssjúkrahúsinum og broyting í skattalógini til frama fyri heimavirki. Nevndin hevur eisini givið byggifeløgunum MT Højgaard og Articon og Ráðgevarafelagnum fundarboð, tí nevndin hevur spurningar um Landssjúkrahúsið. Grønlendska fyritøkan, Royal Greenland, hevur givið starvsfólkum, sum eru farin til Kina, boð um ikki at koma aftur, nú coronavirusið herjar. Talan er um níggju kinesisk starvsfólk, sum eru farin til Kina at halda frí. Grønlendska kringvarpið, KNR, skrivar, at hesi starvsfólkini hava arbeitt í Grønlandi í fleiri ár. Royal Greenland sigur, at fyritøkan noyðist at hugsa um onnur starvsfólk í fyritøkuni. Vit hava ikki fingið boð um at taka hetta stigið, men vit gera tað, tí starvsfólk gerast ótrygg, um kinesisku starvsfólkini koma aftur, sigur Søren D. Olsen, deildarleiðari hjá Royal Greenland, sambært grønlendska kringvarpinum. Edvard Olsen er vorðin ein av okkara heilt stóru skaldsøgutýðarum. Hann hevur týtt stórar rithøvundar sum Sigrid Undset, Knut Hamsun og Johannes V. Jensen til føroyskt. Sjálvur hevði hann ógvuliga trupult við at skriva, tá ið hann varð yngri. Hann var lærari í rokning og alisfrøði í nógv ár, men tá ið hann fór frá, kastaði hann seg yvir at týða. Hesa ferð eru vit í Gøtu skúla, tí tey hava boðið okkum í felags føðingardag. Á hvørjum ári halda tey føðingardag, og gera nógv burturúr undirhaldi. Eisini fáa tey morgunmat og hava blandað bomm við. Ein fyribils meting sigur, at skaði, sum bryggjan á Drelnesi fekk, tá eitt tangaskip rendi á hana, kostar tríggjar milliónir krónur at umvæla. Tað var fríggjakvøldið um hálvgum níggju tíðina, at tangaskipið Med Adriatic, sum er skrásett á Malta, men siglir fyri eitt danskt felag, rendi á bryggjuna á Drelnesi. Med Adriatic kom á Tvøroyri við olju, og fór av stað aftur fyrrapartin leygardagin, eftir at reiðaríið hevði veitt trygd fyri trimum milliónum krónum. Politiið var umborð eftir óhappið fríggjakvøldið, men staðfesti, at øll formlig viðurskifti vóru í lagi, og hvørki skipari ella loðsur vóru ávirkaðir. Hesa ferð eru vit heima hjá Viólu. Henni dámar væl at mála og tekna. Hon hevur tveir beiggjar, sum eita Baldur og Dávur. Vióla ætlar sær at vera listakvinna, tá ið hon verður vaksin. Framsókn hevur biðið løgtingið heita á landsstýrið um at fáa lógina broytta, men Javnaðarflokkurin fer longri, og hevur sjálvur uppskot um lógarbroyting. Í Snipp snapp eru teknifilmar, ið eru ætlaðir smáum børnum. Hesaferð eru teknirøðirnar Sára og Dunna, Elias og L fyri lomb. Snipp snapp er hvørt mikukvøld, og hóskvøld og leygarkvøld og sunnumorgnar. Tá ið næmmingar í 3.flokki í skúlanum á Fløtum vóru lidnir í skúlanum og fóru oman í Steinatún at bíða eftir bussinum, sóu teir ein mann liggja inni í kioskini í Steinatúni. Teir ringdu so 112. Eisini fara vit á politistøðina at spyrja, hvussu vit skulu gera, tá ið onkur er í neyð og vit skulu ringja 112. Fyrsti tilburðurin av COVID 19 virusinum varð eisini staðfestur í Noreg í gjár, og landið er farið undir at fyrireika seg til støðuna. Fleiri onnur eru avbyrgd, tí illgruni er um virusið, og í Oslo eru 50 fólk avbyrgd. Norska heilsustýrið sigur seg hava fingið boð um at fyrireika seg til at fjórðahvørt fólk í Noreig kann verða smittað, og tá er talan um millum 160.000 og 280.000 fólk. Tað setur stór krøv til heilsuverkið og tilbúgvingina í landinum, sigur stjórin í heilsustýrinum, Bjørn Guldvog, við NRK. Hann sigur, at átøk verða sett í verk, so hvørt sum støðan broytinst. Tað er ikki óvist, at skúlar og barnagarðar verða stongdir, tí ofta eru børn smittuberi, tá slíkar sjúkur ganga. Og óvist er heldur ikki, at fólk fara at fáa boð um ikki at koma saman til tiltøk fyri at forða smittuni at breiða seg. Bjørn Guldvog sigur, at tað var væntandi, at COVID 19 virusið fór at koma til Noregs, eftir at virusið nú er staðfest í 49 londum. Ofta hoyrist, at fólk siga tey hevði ella tey segði . Í sendingini verður tosað um samsvari millum umsøgn og grundlið, tá tað kemur til fleirtal. Skyldskaparorð eru eisini á skránni, serliga tey, sum fara niðureftir í ætt. Fólk siga mostur, fastur, gummu og gubbabørn, ístaðin fyri systur og bróðurbørn ella guðdøtur og synir. Er talan um beina linju, siga vit ommu og abbabørn ella langommu og langabbabørn. Men tá tað fer út til systkin, eitur tað systurdóttir ella bróðursonur, sigur Elin Henriksen, málkøn. Orðið, fleiri, er eisini til viðgerðar, tí tað tekur meira og meira yvir, meðan orð sum nógv, summi og nøkur ikki verða brúkt líka nógv. Uppskotið er til viðgerðar í landsstýrinum, og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, vil tí einki siga um tað. Hann sigur, at miðað verður eftir at fáa uppskotið í løgtingið í hesari tingsetuni. Freistin er í morgin. Annars má uppskotið hava 17 undirskriftir frá løgtingsfólkum, so tað kann leggjast fram. Millum annað løgmaður hevur sagt, at skatturin verður høgur. Landsstýrið situr í løtuni og orðar eitt uppskot, ið skal staðfesta, hvussu fiskiloyvi kunnu skattast, tá tey verða seld. Men hvussu kunnu fiskiloyvi virðismetast Tørvur er á heitum hondum, og stórur tørvur er á starvsfólki í heilsu og umsorganartænastuni. Fakfelagsforkvinnur koma í útvarpsstovuna at tosa um trupulleikan. Evropa skal nú hugsa um at verja seg sjálvt, tí eingin annar ger tað fyri okkum. Tað sigur Peter Wivel, greinari og fyrrverandi ábyrgdarblaðstjóri á m.a Weekenavisen og Berlingske. Alt snýr seg um skapanargleði, sigur arkitekturin og listamaðurin Jan Digerud. Hann blandar stíl frá ymiskum tíðarskeiðum í húsum, sum hann teknar, og letur súlur, bogar, og sterkar litir seta dám á og undirstrika tað postmodernistiska. Tað sigur Bergun Kass, forkvinna í Eldranevndini hjá Tórshavnar kommunu, nú Tórshavnar býráð í kvøld skal taka støðu til, um eldri fólk skulu gjalda 170 krónur fyri reingerð, hvørja ferð fólk gera reint fyri tey. Í dag er Hólmgongan í Køge, og tað eru Helga Thodsen og Simon Krogsgaard, sum fara út at brúka 10.000 krónur í einans fimm tímar í økinum. Mett verður um keyp, og dagsins vinnari verður valdur. Vertur Anne Katrine, Okholm Skole. Várið og sólin seta lív í á Kastanjugarði. Millum annað skal eplaveltan hyppast, rótakálið saksast, og lúkast skal millum quinoaplanturnar. Nýggja vælferðarlógin er kærkomin, men tað verður ein avbjóðing at seta alla lógina í verk í 2024 sum ætlað, tí stórur tørvur er á fakfólki. Men samtykkir býráðið í kvøld, at kommunan ikki skal arbeiða saman við slíkum venjingarmiðstøðum, noyðist kommunan at finna aðra venjingarmiðstøð til tey gomlu í kommununi. Vit gera broytingar, sum gera bygnaðin einfaldari, og tað hevur við sær, at vit siga 230 fólkum úr starvi, sigur Karsten Breum, HR leiðari í Danske Bank, sambært DR. Av teimum 230, sum eru uppsøgd, starvast 120 í Danmark. 60 starvsfólk í Finnlandi, 44 í Litava og eisini nøkur í Noregi og Svøríki missa eisini starvið. Fuglafrøðifelagið fegnast um, at landsstýrismaðurin í umhvørvismálum ætlar at seta úr gildi aldargomlu lógina um at oyða pisurnar hjá ravni. Nordafarstøðin, betur kend sum Føroyingahavnin, var einaferð størsta fiskivinnu og útgerðarhavn í øllum Grønlandi. Tað er ikki ov nógv sagt, at flakavirkið í Føroyingahavnini fekk stóran týdning fyri flakavinnuna í Føroyum. Nógvir menn, sum høvdu havt álitisstørv haryviri, gjørdust seinni undangongumenn ella formenn á nøkrum av teimum flakavirkjunum í Føroyum, ið vóru komin ella komu um sama mundið her, og í árunum aftaná. Spurningurin hevur leingi ligið í luftini, hvat gerast skal við leivdirnar av Nordafarstøðini. Í 2017 varð kanning og skráseting gjørd av bygningum og ídnaðaranlegginum á støðini. Niðurstøðan í frágreiðingini, sum Tjóðsavnið og Landsverk í felag stóðu fyri, er, at rættast er at taka niður allar bygningar og burturbeina teir. Mett verður, at hetta fer at kosta millum 23 og 40 milliónir krónur. Og tað verður ein torførur og dýrur umgangur at burturbeina støðina, tí reglurnar um burturbeining av skaðiligum ella dálkaðum tilfari, sum tað er nógv av her, eru ógvuliga strangar. Hóast talið fækkar av teimum, sum arbeiddu í Føroyingahavnini, tá virksemið var í hæddini frá fimtiárunum og frameftir, so eru framvegis nógvir føroyingar á lívi, sum kunnu greiða frá virkseminum tey árini. Somuleiðis hava teir eina meining um, hvat gerast skal við mongu leivdirnar ella tað, sum eftir er av Føroyingahavnini. Lagt til rættis og gjørt sendingina hava Kári Mikkelsen Jens Jákup Hansen. Bretland ávarar ES um, at landið fer at slíta samráðingarnar um eina handilsavtalu í juni, um útlit ikki eru fyri eini loysn tá, skrivar BBC. Ætlanin hjá Bretlandi er at fáa eina fríhandilsavtalu í lag í ár, men stjórnin fer ikki at góðtaka, at ES reglur skulu vera oman fyri bretska lóg. Í samráðingarupplegginum hjá ES verður róð framundir, at Bretland noyðist at góðtaka broytingar í ávísum ES lógum, millum annað um almennan stuðul til vinnulívið. Í samráðingarupplegginum hjá Bretlandi stendur, at stjórnin fer ikki at gera nakra avtalu, sum hevur við sær, at landið missir tamarhaldið á egnum lógum. Kenna tit Rubin Rick Rubin Hevur tú áhuga fyri tónleiki, sum burdi tú tað, tí Rick Rubin er ein tann mest slóðbrótandi tónleikaframleiðarin seinastu 40 árini. Rick Rubin stovnaði í 1984 legendariska plátufelagið Def Jam Records saman við Russel Simmons. Def Jam Record sjósetti yrkisleiðirnar hjá LL Cool J, Beastie Boys og Public Enemy, og enn tann dagin í dag er eitt tað mest markanta plátufelagið í heiminum. Næsta tíman fari eg at spæla sangir av útgávum, sum Rick Rubin hevur framleitt, og tit kunnu gleða tykkum til ein sera fjøltáttaðan tíma, tí Rick Rubin fevnir víða, heilt frá Beastie Boys til Roy Orbinson, frá Dixie Chicks til Danzig, og frá Eminem til Johnny Cash. Fjórða av fimm sendingum við tónleiki hjá Beach Boys og tónleiki, sum teir leitaðu sær íblástur úr. Lagt til rættis Erhard Jacobsen. Í hesum døgum kemur hansara fyrsta útgávu í egnum navni á marknaðin. Talan er um ein ritling við tekstum, tónum og myndum. Bárður á Lakjuni er hósdagsgestur. Og í dag kemur út dagbók hjá Sonnu Apol, ið lýsir serstøku lívssøguna hjá føroyskari kvinnu fyri 100 árum síðan. Vit tosa við langommudóttrina Katrin Didriksen Apol, sum stendur fyri útgávuni og hevur skrivað formæli og eftirskrift. Ikki sær tað út av nógvum. Eitt lítið blátt skrivihefti í A5 stødd við 78 tætt skrivaðum síðum við javnari skákskrift og á donskum máli. Hóast lítillátið í útsjónd, so inniheldur skriviheftið part av serstøku lívssøguni hjá føroyskari kvinnu fyri 100 árum síðan. Bókin er í høvuðsheitum ein dagbók hjá langommu Katrin, Sonnu Apol. Og hon lýsir tankarnar hjá eini kvinnu, sum livdi fyri 100 árum síðan. Hon hugleiðir um útlongsul og heimlongsul. Um kynsleiklutir. Um trúgv og kærleika. Tað er eitt sindur við eyðmýkd, at eg loyvi mær at geva eina dagbók út hjá einari kvinnu, sum eg ongantíð havi kent. Men tað innlitið, sum havi fingið í hana sum persón sigur mær, at hon helst ikki hevði lagt so nógv í tað. Avtalað varð í samgonguni, at fram til 31. mars í ár er ikki loyvi at endaliga selja veiðiloyvir, ímeðan ein leiðstur verður funnin til hvussu sølan av veiðuloyvum skal skattast. Kristian Martin Petersen, reiðari, mælir til eina einfalda skipan, men hvussu kann ein skipan gerast einføld, tá nógv atlit eru taka Avtalað varð í samgonguni, at fram til 31. mars í ár er ikki loyvi at endaliga selja veiðiloyvir, ímeðan ein leiðstur verður funnin til hvussu sølan av veiðuloyvum skal skattast. Tí skattast skal hon og haraftrat hart, hevur løgmaður sagt Tað er trupult at fáa starvsfólk til at veru um tey eldru og veiku í samfelagnum. Stórt trot er nevniliga á starvsfólkum innan heilsu og umsorganartænastuna. Tað merkist millum annað í Almannaverkinum. Við útvarpstíðindini fyrradagin segði Evard Heen, stjóri í Almannaverkinum, at meira enn helvtin av lýsingunum hjá Almannaverkinum eftir fólki eru úrslitaleysar og ónøktandi. Og í løgtinginum liggur eisini eitt uppskot til samtyktar frá Tjóðveldi, um at skipa so fyri, at fleiri fólk verða útbúgvið røktarstarvsfólk. Og loysnin er sambært flokkinum, at taka fleiri persónar inn í útbúgvingarskipanina Tað er eitt sjónarmið, ið Tjóðveldi ikki er einsamalt um, men vísti Edvard Heen eisini á hetta sum ein part av loysnini fyri at fáa fleiri starvsfólk til økið. Og gongd er á málinum, tí í útvarpstíðindunum í gjár upplýsti Chik Collins, rektari á Fróðskaparsetur FØroya, at ætlani er at gera broytingar í sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingini, so at talið av lesandi framyvir verður tvífalda. Tí í samrøðu við Norðlýsið í januar vísti Jórun Petersen, stjóri á Heilsuskúlanum á, at trupulleikin er meira samansettur enn bara at útbúgva fleiri fólk. Hon sigur tað er ein sannroynd at fleiri av teimum útbúnu heilsuhjálpara og røktarunum skifta lívsleið til heilt annað yrki, antin beinaveg ella sum tíðin líður. Júst hvat orsøkin er til hetta, kann hon ikki siga, men vísir á, at eitt rættiliga stórt fráfall av útbúnum heilsuhjálparum og heilsurøktarum er ein av orsøkunum til manglandi starvfólk. So bersøgin var franski forsetin Macron í bretska tíðarritinum The Economist ein mánað áðrenn Nato skuldi hátíðarhalda sín 70 ára føðingardag í december í fjørð. Men hvat liggur aftanfyri orðini hjá franska forsetanum og hvat merkir tað fyri Evropa og ES, at Nato kann vera á veg at gerast innantómt Á árligu trygdarráðstevnuni í Munchen 15 februar í ár greiddi franski forsetin, Emmanuel Macron nærri frá síni áskoðan um eitt Evropa, sum má ganga sínar egnu leiðir tí vesturheimurin er viknaður. Vesturlendsku virðini eru ikki longur tey somu, og populistiska rákið er við at kvæla versturlendska projekti við humanismu og fólkaræði í miðdeplinum Fyri 15 árum síðani hildu vit at vesturlendsku virðini vóru universel og at tey fóru at vera galdandi um allan heim men soleiðis er tað ikki í dag nýggj virðir seta dagsordanina í versturheiminum, og Evropa má egna egnar leiðir, segði Macron millum annað í samrøðu á trygdarráðstevnuni í Munchen. Sambært danska rithøvundanum Peter Wivel, fyrrverandi blaðstjóra á Weekendavisen, Berlingske og Informatión fella orðini hjá Macron um eitt deytt Nato, tí ivi kann sáast um áhugan hjá USA fyri tí sokalla musketerlyftinum, grein 5. sum merkir, at verður eitt Nato land álopið skal tað síggjast sum eitt álop á øll Natolond. Tí má Evropa hava sína egnu verju og sín egnu ætlan fyri framtíðina, sigur franski forsetin. Franski forsetin hevur í fleiri umførum sett spurnartekin við amerikanska áhugan fyri NATO. Nato er heiladeytt , segði Macron í bretska tíðarritinum The Economist ein mánað áðrenn Nato skuldi hátíðarhalda sín 70 ára føðingardag í december í fjørð og sipaði til, at tað sokallaða musketerlyfti reelt ikki er galdandi longur. Evropa má ganga egnar leiðir heldur Macron bæði tá tað kemur til trygdarpolitikk, men eisini tá tað kemur til veðurlagspolitikk og fíggjarpolitikk, má Evropa tosa um eina felags ætlan. Vesturlendsku virðini eru ikki longur neyðturviliga tey somu, og populistiska rákið er við at kippa versturlendska projektið við humanismu og fólkaræði í miðdeplinum segði Macron á árligu trygdarráðstevnuni í Munchen 15 februar í ár. Fyri 15 árum síðani hildu vit at vesturlendsku virðini vóru universel og at tey fóru at vera galdandi um allan heim men soleiðis er tað ikki í dag nýggj virðir seta dagsordanina í versturheiminum, og Evropa má ganga egnar leiðir, segði Macron millum annað í samrøðu á trygdarráðstevnuni í Munchen Macron hevur fleiri ferðir rykt millum annað Týskland eftir eini avgerð um eina felags evropeiska strategi, og evnið at taka eina avgerð rættstundis kann vera altavgerandi fyri framtíðini hjá Evropa segði hann í Munchen tann 15. februar. Tað er nú ein avgerð má takast, so Evropa kann gerast meiri sjálvstøðugt og óheft av USA, segði franski forsetin. Vandi er fyri at kreppan í Nato kann taka ES við sær í fallinum, heldur danski rithøvundurin Peter Wivel. Peter Wivel hevur verið blaðstjóri á Weekendavisen, Berlingske og Informatión og býr í dag í Berlin har hann skrivar av og á fyri danska tíðindablaðið Politiken. Sambært honum er trupulleikin, at Evropa í dag ikki er ført fyri at verja ES limalond móti eitt nú Ruslandi. Men tað er ikki bara sum at siga tað at gera eina evropeiska verju, tí Týskland kann ikki hava kjarnorkuvápn. Hoyr samrøðuna við Peter Wivel her. Tað leggjast ov fá til útbúgvingarnar og lønin er ikki nóg góð. Tað eru millum orsøkirnar til, at tað í dag er eitt trot av starvsfólkum innan heilsu og umsorganartænastuna. Tað segði Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum, tá hon saman við Óluvu í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Rakul í Gerðinum, forkvinna í Heilsurøktarafelagnum, og Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum, vóru í Breddanum at kjakast um umstøðurnar hjá starvsfólkum innan heilsu og umsorganartænastuni. Kjak hevur tikið seg upp um umstøðurnar seinastu dagarnar, tí stórt trot er á starvsfólkum innan heilsu og umsorganartænastuna. Og tað merkist millum annað í Almannaverkinum. Við útvarpstíðindini fyrradagin segði Evard Heen, stjóri í Almannaverkinum, at meira enn helvtin av lýsingunum hjá Almannaverkinum eftir fólki eru úrslitaleysar og ónøktandi. Og í løgtinginum liggur eisini eitt uppskot til samtyktar frá Tjóðveldi, um at skipa so fyri, at fleiri fólk verða útbúgvið røktarstarvsfólk. Og loysnin er sambært flokkinum, at taka fleiri persónar inn í útbúgvingarskipanina. The Call of the Wild kom á fyrsta sinni út í 1903. Hóast upprunaligasøgan hjá Jack London um Skt. Bernards hundin Buck, sum verður rændur og seldur sum sletuhundur í Canada í 1890unum, er ein harðrend og kensluleys forteljing, so hava flestu tillagingarnar av søguni verið mildari og ævintýrkendar. Hetta er eisini galdandi fyri nýggjastu útgávuna av søguni um Buck, sum royndi Disney rithøvundurin og leikstjórin Chris Sanders hevur gjørt í ár. Stutt áðrenn metoo rørslan fekk ordiliga vind í seglini við ákærum um kynsligan ágang móti filmsframleiðaranum Harvey Weinstein í 2017, fór ein stór gøla fram á amerikansku sjónvarpsrásini Fox News. Og tað er tað, sum royndi Austen Powers og Meet the Parents leikstjórin, Jay Rouch, hevur dramatiserað og tillagað til filmin Bombshell . Hesaferð ummæla vit tveir amerikanskar spælifilmar, The Call of the Wild og Bombshell , og ein Oscar vinnara, dokumentarfilmin American Factory . The Call of the Wild er ein nýggj tulking av klassisku søguni hjá Jack London við Harrison Ford í høvuðsleiklutinum. Bombshell er ein samtíðarsøguligur drama filmur, sum snýr seg um me too rákið. Dokumentar parið Julia Reichart og Steven Bognar fingu gjøgnumbrot í 2009 við stutt dokumentarfilminum The Last Truck Closing of a GM Plant , ið snýr seg um eina bilverksmiðju hjá GM Motors í Moraine, Ohio, sum letur aftur í 2008 og skapar stórt arbeiðsloysi og armóð í økinum. Tíggju ár seinni taka Julia og Steven so søguna upp aftur, tá kinesiska stórfyritøkan Fuyao keypir bilverksmiðjuna og letur eina bilarútafyritøku upp í staðin, har kinesisk og amerikansk arbeiðsfólk skulu arbeiða lið um lið. Ein trivnaðarkanning, sum varð gjørd í mai juni mánaði í fjør, vísir eisini, at fleiri starvsfólk halda arbeiðsumstøðurnar eru ringar. Eitt barn hevur eisini vent sær til Barnaumboðsmannin, tí barnið kendi seg ótrygt á Barnaheiminum. Coronavirusið flytur seg alsamt tættari okkara leiðir, og í dag var sjónvarpsstøðin TV2 merkt av virusinum. Orsøkin er, at eitt starvsfólk á sjónvarpsstøðini vísti seg at hava coronavirus, og síðani eru áleið 16 starvsfólk send heim í karantenu í 14 dagar orsaka av støðuni. Stór nøgd av smolti er sloppin á Vestmanna, men lítil og eingin áhugi tykist vera fyri at vita, hvat árin hetta hevur á umhvørvið og vistskipanina. Sangirnir eru hesir. Upprunaliga prísurin eigur at verða nevndur, tá lýst verður við tilboðum ella útsølu á heimasíðum. Tað hevur Brúkaraumboðið gjørt vart við. Ein handil hevur fingið átalu fyri brot á marknaðarføringarlógina, tí upprunaprísirnir ikki vóru upplýstir í tilboðslýsingum á heimasíðuni hjá handlinum í sambandi við Black Friday. Í lýsingunum varð nevnt, hvussu stórur avslátturin var frá upprunaprísinum, men tað er ikki nóg mikið, sigur Rannvá Ragnarsdóttir, stjóri í Brúkaraumboðnum. Tað fer nú at kosta hjá útlendskum fólkum at verða gift hjá Tórshavnar kommunu. Tað samtykti býráðið í gjárkvøldið. 12 atkvøður vóru fyri, ein var blonk. Samtyktin er, at Tórshavnar kommuna heitir á Almannnaráðið um at fáa heimild til at taka eitt hóskandi gjald frá útlendskum fólkum, sum søkja um at verða vígd í Tórshavnar kommunu. Í fjør vóru 60 vígslur hjá Tórshavnar kommunu. Í 23 førum var talan um útlendingar, tað eru fólk, sum ikki búgva her, men bara koma til Føroya fyri at verða vígd. Í Danmark kostar ein vígsla 1.650 krónur. Tað er ásett í kunngerð. Føroyskar kommunur hava ikki nakra heimild at taka pengar fyri vígslur. Luturin varð funnin av stjørnufrøðingum við Catalina Sky Survey í USA, og seks onnur observatorium hava nú eisini sæð lutin. Luturin er í umferð um jørðina, og granskarar og miðlar kalla lutin fyri ein smá mána, skrivar videnskab.dk Talan er helst um eitt brot av eini smágongustjørnu, sum er fangað í tyngdarmegini hjá jørðini, sigar granskarar við lærda háskúlan í Keypmannahavn. Hetta er bara aðru ferð, at ein lutur er funnin, sum er bundin at jørðini á henda hátt. Ta fyrru ferðina var í 2006, skrivar Berlingske á netinum. Príshækkingin upp á sigarettir hevur fingið fleiri danir at royna at leggja av at roykja, skrivar danska krinpvarpið, DR, á heimasíðuni. Nógv hava havt ætlanir um at gevast leingi, men taka nú stigið, tí sigarettirnar verða dýrari, sigur Anja Pedersen, sum gevur teimum, ið ætla sær at gevast, góð ráð í Slagelse kommunu. Anja Pedersen sigur, at tað er bíðilisti í kommununi til skeiðini, sum hjálpa fólki at leggja av at roykja. Í Holbæk og í Stevn síggja tey sama rák. Tað eru serliga tey ungu, sum eru ávirkað av komandi príshækkingini. Fleiri nýta eisini appina, E kvit, hjá Kræftens Bekæmpelse, at leggja av við. Felagsskapurin staðfestir, at 60 prosent fleiri hava meldað seg til, at leggja av í ár samanborið við í fjør. Tað er ein stór øking. Og tað er helst orsakað av umrøðuni, sum príshækkingin á sigarettum hevur fingið í miðlunum, sigur Niels Them Kjær frá Kræftens Bekæmpelse, sambært DR. Tilgongdin við at seta ein kropsligan og mentalan venjarin er liður í at fáa heildina betur samansjóðaða, sigur H kan Ericson, landsliðsvenjari. Í 2014 varð hon stalkað tráelt av einum manni, hon hevði fjasast við í tríggjar mánaðir. Tráeltingin fór fram í 18 mánaðir. Hann ringdi til hennara óteljandi ferðir, sendi nógv SMS boð hvønn dag eina blanding av hóttandi og kærleiksboðum. Hann svav í hennara uppgongd, forfylgdi henni allastaðni, har hon fór, sendi blómur til hennara starvspláss og mangt annað. Eydis var skelkað og óvis á øll rundan um hana og eisini seg sjálva. Hon mátti flyta, misti sítt starv og fleiri relatiónir. Í barnaútvarpinum hoyra vit gátur. Vit hoyra gátur úr bókini 19 søguligar gátur, sum Bengt Fredrikson, Andreas Palmaer og Elin Jonsson skrivaðu. Kristianna Poulsen týddi til føroyskt og Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2018. Eisini fara børn at siga gátur. Í barnaútvarpinum hoyra vit gátur. Vit hoyra gátur úr bókini 19 søguligar gátur, sum Bengt Fredrikson, Andreas Palmaer og Elin Jonsson skrivaðu. Kristianna Poulsen týddi til føroyskt og Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2018. Eisini fara børn at siga gátur. Í barnaútvarpinum hoyra vit gátur. Vit hoyra gátur úr bókini 19 søguligar gátur, sum Bengt Fredrikson, Andreas Palmaer og Elin Jonsson skrivaðu. Kristianna Poulsen týddi til føroyskt og Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2018. Eisini fara børn at siga gátur. Í barnaútvarpinum hoyra vit gátur. Vit hoyra gátur úr bókini 19 søguligar gátur, sum Bengt Fredrikson, Andreas Palmaer og Elin Jonsson skrivaðu. Kristianna Poulsen týddi til føroyskt og Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2018. Eisini fara børn at siga gátur. Tað sigur Kristian Martin Petersen, útgerðarmaður á línuskipinum Sandshavinum, nú landsstýrið stríðist við at orða lógaruppskotið, sum skal skatta víðarisølu av veiðirættindum. John Rajani, búskaparfrøðingur og fíggjarligur ráðgevi, ivast í, um tað yvirhøvur ber til at gera eina einfalda skattaskipan fyri sølu av veiðirættindum. Síðst í 1980unum og fyrst í 1990unum fekk bólkurin, Skid Row, fleirfaldað platin fyri sjálvnevndu útgávuna og plátuna Slave To the Grind. Visit Faroe Islands stovnaði Ambassadørnetverkið í mars 2016 og nú eru umleið 120 ambassadørar í netverkinum. Hetta eru fólk, sum sita í altjóða nevndum og feløgum, og sum á beinleiðis ella óbeinleiðis hátt hava møguleikan at fáa fundir og ráðstevnur til Føroyar. Á hátíðarhaldi í Norðurlandahúsinum í gjárkvøldið vórðu heiðrar latnir innan vinnuferðavinnu. Ársins Ambassadørur 2020 gjørdist Birgit Andersen frá felagnum Føroyskir Psykiatriskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Heiðurin Ársins Ambassadørátak 2020 fingu Magni Mohr og May Britt Skoradal fyri ráðstevnuna Football is Medicine. Eisini lat dómsnevndin ein serligan heiður til Jens Meinhard Rasmussen frá Reiðarafelagnum fyri Farmaskip. Birgit hevur fyriskipað nógvar ráðstevnur og fundir seinastu árini. Í 2018 skipaði hon fyri evropeisku ráðstevnuni Safe Settings og í 2019 norðurlendsku ráðstevnuni Developing Dialogue. Birgit er ágrýtin og setur ein stóran heiður í at fáa ráðstevnur til Føroya. Hon hevur havt fleiri afturvendandi ráðstevnur og hevur longu kunnað um komandi ráðstevnur. Birgit er seriøs, professionel og ein sera góður samstarvsfelagi sum ambassadørur. Tað er altíð sera umráðandi at fáa eitt tiltak ráðstevnu at rigga hundrað prosent, og júst tað er Birgit framúr dugnalig til. Ársins Ambassadørátak 2020 Magni Mohr og May Britt Skoradal Øll hava hoyrt um Football is Medicine. Við filmstilfari, útvarpssendingum og fløggum í býnum vistu Havnarfólk, at okkurt serligt gekk fyri seg hesar dagar í januar 2020. Ráðstevnan legði eftir seg ein greiðan boðskap um, at tað er stuttligt at spæla fótbólt, og at tað heilsuliga kann loysa seg, eisini tá tú ert komin upp í árini. Við venjaraskeiðum og møguleika fyri at spæla fótbólt runt í býnum, fingu tey borgararnar at vera ein part av altjóða ráðstevnuni, og er hetta eitt greitt boð um, hvussu ein ráðstevna kann seta síni fótaspor í lokala samfelagnum. Serligur heiður Jens Meinhard Rasmussen, Reiðarafelagið fyri Farmaskip Føroyar bjóðaðu stórum ráðstevnubýum sum Hong Kong og Istanbul av, tá Reiðarafelagið fyri Farmaskip bjóðaði altjóða reiðarafelagnum International Chamber of Shipping til Føroya at halda teirra árliga fund. Felagsskapurin, sum vanliga heldur teirra fund á fimm stjørnaðum hotellum, hildu hesaferð fundin í fimm stjørnaðari náttúru, fimm stjørnaðari frískari luft og við fimm stjørnaðum føroyskum laksi. Eftirmetingarnar vísa, at hetta eydnaðist framúr, og at luttakararnir vóru betri nøgdir enn nakrantíð. Korona virussið vinnur fram á hvørja forsíðu, men hvussu væl vanda miðlarnir sær í viðgerðini av smittuni og sjúkuni. Er markið greitt millum marknaðarføring og journalistikk, tá Kringvarpið fylgir Koks, sum var tað fótbóltslandsliðið hjá monnum. Gestir Ivan Niclasen, stjóri KvF, Kári Mikkelsen, samskiftisráðgevi, Høgni í Jákupsstovu, journalistur, Marita Debess Magnussen, medisinskur mikrobilogur, PhD, Kári Sólstein, leiðari á Mentanardeildini í KvF. Við tøknipultin Øssur Egholm Lagt til rættis Øssur Winthereig Klokkan tíggju fyrrapartin fór Semingsstovnurin undir at fáa Heilsuhjálparafelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið at semjast um nýggjan sáttmálan. Men fríggjadagin í síðstu viku helt Kommunala arbeiðsgevarafelagið, at ov langt var millum partarnar til, at teir megnaðu at finna semju sjálvir, hóast átta samráðingarfundir hava verið. Felagið vildi tí hava Semingsstovnin uppí. Í tilbúgvingarnevndini eru borgarstjórin á Tvøroyri, løgreglan, átaksleiðarin, tvey umboð fyri Tvøroyar kommunu, bjargingarfelagið og eitt umboð fyri Hvalbiar kommunu. Nú skal so Fámjins kommuna við eisini. Hjartastoytarar kunnu bjarga mannalívum, men fortreytin er, at teir virka, og tað gjørdi hjartastoytarin á Tórsbreyt ikki, tá brúk var fyri honum sunnumorgunin. Tá stigini á hitamátaranum fara niður móti kuldamarkinum, riggar ein hjartastoytari ikki, ið stendur úti, um hann ikki er í skápi við hita. Heini Østerø, sløkkiliðsleiðari hjá Tórshavnar Kommunu, ið hevur eftirlit við hjartastoytarunum í høvuðsstaðarkommununi og Joan Mouritsen og Herluf Jakobsen, sum vóru á staðnum, vitjaðu í morgunsendingini í morgun. Tilbúgvingarbólkurin, sum er settur í hesum sambandi, fór á fund seinnapartin, og fundurin verður væntandi liðugur um hálvgum fýra tíðina.Tá verður meira at frætta. Higartil eru næstan 84.000 tilburðir av koronuvirusinum staðfestir í 58 londum, og tilsamans 2.867 fólk eru deyð av koronuvirusinum, sambært almennu tølunum. Rætting Tá greinin fór út, stóð í myndatekstinum, at Koronuvirusið er nú eisini staðfest í Føroyum. Hetta var eitt mistak hjá okkum, og varð rættað í greinini løtu eftir at greinin fór út. Fíggjarligt støðufesti tapti í vestara landsrætti, so fyrrverandi leiðslan í Løkken Sparekasse skal ikki rinda 275 milliónir kr, sum kravið var. Fíggjarligt Støðufesti bílegði eina advokatfrágreiðing, og niðurstøðan í henni var, at leiðslan og grannskoðanin høvdu góðtikið ov nógv útlán, og at eftirlitið var ikki nóg gott. Í sendingini hoyra vit fleiri nýggj løg frá teimum gomlu og garvaðu. Vit hoyra millum annað nýggj løg frá Pearl Jam, Dizzy Mizz Lizzy og Morrisey. Og tey, sum hava nógvar kvotur frammanundan, standa ikki fremst, tá kvotur av uppsjóvarfiski til vinnuligar royndir og verkætlanir at gagnnýta fiskin, verða lutaðar út. Broytingar skulu gerast fyrst í lógini um sjófeingi, áðrenn kunngerðin um kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir at gagnnýta uppsjóvarfisk, verður lýst, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður. Tað sigur stjórin, Sigvør Laksá, eftir at høvuðsnavnið, Robert Plant, hevur avlýst sína framførðslu á festivalinum orsakað av grindadrápi. Eitt av uppskotunum, sum landsstýrið hevur borið løgtingið til framløgu, er at dagføra heilsulógina, sigur Heilsumálaráðið í tíðindaskrivi. Heilsulógin er í stóran mun danskt málsøki, og lógin varð sett í gildi í Føroyum 1. januar í 2012. Talan er um Lov om klage og erstatningsadgang inden for sundhedsvæsenet , sum varð sett í gildi við kongligari fyriskipan. Síðani lógin kom í gildi í Føroyum, hevur danska Fólkatingið samtykt 16 broytingarlógir. Tíðin er sostatt komin til at dagføra verandi lóg í Føroyum, soleiðis at føroyingar hava somu rættindi til endurgjald og at kæra viðgerðir í føroyska heilsuverkinum, sum danir hava í Danmark, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður. Eftir drúgt samskifti við danskar myndugleikar er nú klárt at leggja ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af forskellige love om ændring af love om klage og erstatningsadgang inden for sundhedsvæsenet fyri Løgtingið. At um doyggja børn í sambandi við skaða, sum er fevndur av lógini, áðrenn tey eru fylt 18 ár ella eru deyðfødd eftir 22. viðgonguviku, hava foreldur rætt til endurgjald sum er 162.000 krónur Og heilsumyndugleikin fær álagt at fráboða Styrelsen for Patientsikkerhed, um myndugleikin í ein ávísan mun hevur verið endurgjaldsskyldugur eftir lógini, skrivar Heilsumálaráðið. Tveir føroyingar eru avbyrgdir í egnum heimi, meðan bíðað verður eftir úrslitinum av kanningum, sum skulu staðfesta, um fólkini eru smittað við corona virusi ella ikki. Shahin Ga ni, serlækni, sigur, at royndirnar av fólkunum er sendar til Danmarkar. Úrslitið verður helst ikki greitt, fyrr enn í morgin. Shahin Ga ni sigur, at bæði fólkini hava verið uttanlands, men sannlíkindini fyri, at fólkini hava fingið corona smittuna, er lítil, tí tey hava ikki verið í londum, har virusið hevur gjørt nógv um seg. Tilnevningarnar til Ársins nýggja navn á FMA eru gjørdar. Seks bólkar og einstaklingar eru í uppskoti. Tey tilnevndu eru Ernst Remmel Funksjon Herborg Torkilsdóttir Marius DC Reality Bytes Tamara Arbeiðsbólkurin handan FMA tilnevnir og velur Ársins nýggja navn. Áður hava eitt nú Konni Kass, Silvurdrongur og Eli Tausen á Lava vunnið hesa virðisløn. Somuleiðis eru tilnevningarnar til Ársins videolag gjørdar Fremmed The River eftir Atla Brix Kamban Frum OCEAN eftir Barbaru Lervig Fróði 12 fet fyri borð eftir Daniel Bezares Kristina Bærendsen Mama said eftir Guðný Rós órhallsdóttir Lyon Monkey eftir Jana Jonhardsdóttir Umboð fyri Geytan, Føroysk filmsfólk og Kringvarp Føroya tilnevna og velja Ársins videolag. Áhoyraravirðislønin er enn sum áður partur av FMA. Tað er virðislønin, sum øll kunnu atkvøða um og tann bólkurin ella einstaklingurin, sum fær flestar atkvøður vinnur. Í ár er tó tann broytingin, at atkvøtt verður á Sona appini, ikki umvegis sms. Atkvøðugreiðslan er opin og til ber at atkvøða til 7. mars, tá FMA verður í Norðurlandahúsinum. Tiltakið verður eisini sent beinleiðis í sjónvarpinum. Tá ið tónleikakappingin Prix Føroyar fór í søguna, tók Sement við. Kappingin hevur verið hildin á hvørjum ári síðani 2007 líka burtursæð frá í 2009. Tað er Margarinfabrikkin, sum skipar fyri, og Rannva Helenudóttir er samskipari. Hon greiðir frá mannagongdum og treytum fyri at luttaka. John Áki Egholm er ein av dómarúnum. Umframt tað er hann fyrrverandi vinnari av Sement. Hann greiðir frá, hvønn týdning Sement hevur havt fyri Hamferð. Dania Tausen vann kappingina í fjør. Hon greiðir frá, hvønn týdning kappingin hevur havt fyri hana umfram føroyska tónleikalívið sum heild. Vikuskiftissendingin var á gátt heima hjá Rannvá Helenudóttir 28. februar 2020 Saman við Mayfinni Norðoy fór hann í gongd við hetta heldur umfatandi arbeiðið at innrætta og sniðgeva gomlu kolagoymsluna til bæði matstovu og barr. Stóru ljósakrúnuna, sum hongur mitt í hølunum í Skeiva Pakkhúsi, hevur Heini sjálvur sniðgivið. Hetta er eitt hugskot, hann sjálvur kom við, tí hann metti, at brúk var fyri kontrasti, t.v.s. onkrum, sum breyt frá eitt sindur penu heildini. Ljósakrúnan skal ímynda eitt gløðandi petti av kol, sum brestur. Men stutt eftir klokkan 19 í kvøld komu boðini frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni um, at royndirnar av fólkunum vístu, at tey ikki vóru smittað av corona. Tað hevur týdning, at vit tosa meira um sálarsjúkur. Tí verður ein familja rakt við sálarsjúku, kann tað kennast sum ein loyniligur heimur letur seg upp, sum onnur ikki skilja ella kanska vilja skilja. Sí innslag frá Degi og Viku í kvøld her, har tvær kvinnur greiða frá sínum upplivingum við sálarsjúku, eins og Tórmóður Stórá, leiðandi yvirlækni á Psykiatriska deplinum og Laura Apol, aðalskrivari hjá Sinnibata skifta orð um støðuna hjá sálarsjúkum í dag. Í hesum sendingum siga fólk frá ymiskum, teimum hevur verið fyri í barna og unglingaárum í eini tíð, tá ið Føroyar vóru annað oyggjasamfelag, enn tær eru í dag. Av tí at fleiri av gerandishendingunum, sum sagt verður frá, fóru fram fyri nærum 100 árum síðani, er nógv bæði øðrvísi og hugtakandi at hoyra um. Corona smittan breiðir seg skjótt, og í gjár var illgruni um, at tveir føroyingar høvdu corona. Fyrstu royndirnar av hesum fólkunum vóru tó negativar. Royndirnar eru eisini sendar til Danmarkar til kanningar, og úrslitið haðani kemur væntandi seinnapartin í dag. Tann triði persónurin í Danmark, sum er smittaður við corona, starvast á universitetssjúkrahúsinum í Aarhus, og umleið 30 fólk, sum hann hevur havt samband við, eru farin í karantenu, skrivar danska kringvarpið. Maðurin hevur verið í Norðuritalia, har fleiri hundrað fólk eru smittað. Seks fólk eru smittað av coronavirusi í Noregi, og í Svøríki eru seks fólk smittað. Marjun Berbisá á Fríðriksmørk er gift og eigur trý børn. Hon hevur ein kandidat í mýliskari lívfrøði. Hon hevur frá barnaárum av hildið, at hon ikki er góð nokk , tí hon hevur vigað ov nógv. Hon var ein glað genta og hevði góð barnaár, men í tíðini lá, at fyri at eydnast og vera lukkulig, so skuldi mann vera klænur. Hon hevur roynt nógvar kurar og verið kløn, men lukkan var ikki har. Marjun hevur eina Instagramsíðu, sum eitur Ekta ð kona, har hon hevur víst og greitt frá sínum bardaga við bodyshaming, og hetta at harta kroppin og ikki vera nøgd. Hon hevur fingið sera stórt respons frá øðrum kvinnum, sum til fulnar kenna hesa tankar, men sum eisini halda, at hetta er eitt tabu og nakað, sum mann skammast um. Men við at tosa um, hvussu vandamikil negativ kropsfatan er, so ber til at venda gongdini. Endaspælið í hondbólti nærkast nú av álvara, og serliga í manskappingini er framvegis stórur spenningur um, hvør sleppur við í finalurnar. Stigatalvan hjá monnum sær í løtuni soleiðis út Nr. Lið Dystir Stig 1 H71 13 22 2 VÍF 14 18 3 STÍF 14 17 4 Neistin 14 16 5 KÍF 14 15 6 Kyndil 13 8 7 Team Klaksvík 14 0 Hvør av teimum seinastu dystunum eru sostatt finalur fyri tey aftaru av topp fimm liðunum, og dystirnir í morgin eru júst millum tey fýra liðini, sum kappast um annað, triðja og fjórða plássið. Hjá kvinnunum hava Kyndil, VÍF, Neistin og H71 langt síðan tryggjað sær tey fýra ovastu plássini, og tí kemur spenningur ikki aftur í kvinnukappingina, fyrr enn endaspælið byrjar síðst í mars. Nøkur umfør eru tó eftir at spæla áðrenn hetta, og um vikuskiftið eru dystirnir hesir Tað sigur Gunnhild Persson, nevndarlimur í felagskapinum Frítt val. Tí vil felagskapurin, sum arbeiðir fyri fríari fosturtøku í Føroyum, gera tað lættari at tosa um fosturtøku. Tað upplýsir verjumálaráðharrin, Naftali Bennet. Hann sigur, at ein nevnd hevur góðkent, at 1800 íbúðareindir kunnu byggjast aftrat. ES fordømdi í januar ísraelsku ætlanina um at víðka búsetingarnar á vestara áarbakka og heitti á ísraelsku stjórnina um at gevast við allari bygging, sum stríðir ímóti fólkarættinum, sigur ES. Naftali Bennet, verjumálaráðharri, vísir aftur, at búsetingarnar eru ólógligar. Hann sigur, at málið er at tvífalda búsetingarnar í hersettu økjunum úr 400.000 upp í 800.000. Mánadagin verður triðja valið til Knesset hetta seinasta árið. Tað eydnaðist ikki at skipa nýggja stjórn eftir valið í apríl og september. Í valstríðnum hevur Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri, tikið ætlanir um búsetingar framaftur, sum hava ligið í skuffuni síðani 2012. Tá vórðu USA og Evropa harðliga ímóti ætlanini. Síðani Donald Trump tók við sum forseti, hevur USA ikki funnist so nógv at ísraelsku búsetingunum. Lógaruppskotið gevur landsstýrismanninum heimild at góðkenna felagsskap, sum skal hava dopingeftirlit í Føroyum. Talan er bæði um eftirlit við skipaðum ítrótti og vinnurekandi venjingarmiðstøðum. Matchfixing er, tá úrslitið av eini ítróttarkapping verður avtalað frammanundan. Endamálið við matchfixing er sum oftast at fáa peningaligan vinning. Tá freistin at lata løgtinginum uppskot, sum skulu viðgerast í hesi tingsetuni, fór á middegi í gjár, hevði landsstýrið latið tinginum tilsamans 27 uppskot. In.fo skrivar, at andstøðuflokkarnir hava latið tinginum tilsamans 25 uppskot, sum skulu viðgerast tað, sum er eftir av hesi tingsetuni. Fleiri fjarskiftistænastur eru í ólagi í løtuni. Orsøkin er ein feilur á fipursambandinum millum Eysturoynna og Streymoynna. Men júst hvørjar tænastur eru ávirkaðar er ikki heilt greitt enn, sigur Páll Vesturbú, stjóri í Neti. Tey arbeiða við at loysa trupulleikan, men enn er ógreitt, nær fjarskiftistænasturnar fara at rigga aftur. Tvey fólk hava verið avbyrgd heima við hús, tí illgruni var um, at tey vóru rakt av corona smittuni. Royndir, sum eru kannaðar í Føroyum, vístu í gjár, at fólkini eru ikki smittað. Men tey skuldu vera avbyrgd, til svar kom uppá royndirnar, sum vóru sendar til Danmarkar. Shahin Ga ni, serlækni í infektiónsmedisini, fekk svar seinnapartin. Og nú er endaliga staðfest, at teir báðir føroyingarnir, sum eru kannaðir fyri coronavirus, eru ikki smittaðir. Avtalan gevur vón, at longsta kríggið í amerikansku søguni tað hevur vart í 18 ár fer at enda, og at fleiri túsund amerikanskir hermenn kunnu takast úr Afghanistan. Skotið verður upp at hækka arbeiðsloysisstuðulin úr 75 prosentum upp í 80 prosent av útrokningargrundarlagnum, og at hækka mesta arbeiðsloysisstuðulin 1.000 krónur upp í 18.500 krónur um mánaðin. Skipanin hevur havt vaksandi avlop á hvørjum ári síðan 2014, og stýrið fyri ALS heldur nú, at fíggjarligu umstøðurnar eru so góðar, at hetta er ráðiligt, sigur Helgi Abrahamsen. Í 2019 var eginognin hjá ALS umleið 910 milliónir krónur. Stýrið fyri ALS heldur, at skipanin er før fyri at standa ímóti einari búskaparligari afturgongd. Arbeitt verður við at umleggja sambandið millum Streymoynna og Eysturoynna fyribils, men fipurkaðalin, sum er farin, verður ikki umvældur, fyrr enn tað viðrar, sigur Páll Vesturbú, stjóri í Neti. Hasar báðar útgávurnar lata tilfarið til Temaplátu táttin seks løg frá debut albuminum og tvey frá EP plátuni, Don t Stop, sum í útgávuhøpi var hansara frumroynd sum solistur. Ringa veðrið í nátt og í dag hevur ávirkað koyrilíkindini á tann hátt, at grót hevur ligið á fleiri vegum kring landið. Í gjárkvøldið var nógvur uppgangur í Kollafirði, har grót skolaði upp á vegin. Eisini var omanlop orsøk til, at grót lá á vegnum millum Gásadal og Bø. Á vegnum millum Kaldbak og Kalbaksbotn hevur uppgangurin viðført, at grót javnan verður skolað upp á vegin. Landsverk sigur, at tey rudda vegastrekkið javnan, men framvegis kemur nakað av gróti upp har. Frá tíðliga á morgni í gjár til á midnátt ringdu 95 fólk til løgregluna eftir hjálp í sambandi við stormskaðar. Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at tað eru ikki øll, sum ringja til løgregluna, tí fleiri venda sær beinleiðis til sløkki og bjargingarlið í økinum, har tey búgva. Men tær fráboðanir, sum komu inn til løgregluna, siga eina søgu um, at illveðrið var ringast í Klaksvík, har flest skaðar vóru fráboðaðir, á Strondum, í Vágum og í Tórshavn. Eisini í morgun eru fleiri skaðar fráboðaðir. Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at fleiri tekjur og klædningar hava fingið skaða í morgun, og umleið átta fráboðanir í alt hava verið fyrrapartin. Brádliga hoyrist eitt ljóð, sum gjørdist sterkari til ein hvøllur brestur var og glas regnaði yvir áskoðarar, greiðir Rani Nolsøe frá. Í Hvalba hevur verið rættilig illveður í nátt, og tað hevur millum annað viðført, at streymurin fór í allar sóknini í gjár. Nú er streymurin komin aftur í Sandvík og í Hvalba, men á Nesi í Hvalba er enn eingin streymur. Vit hava einki fingið at vita frá nøkrum enn. Men nú er stilnað so mikið, at vit aftur kunnu koyra inn til Hvalbiar og har hava vit so sæð, at tað er streymur aftur, sigur Elsa Birgitta Petersen, sum býr á Nesi í Hvalba. Tey fingu boð um at fylgja við á netinum, men tað er sjálvsagt trupult, tá eingin streymur er, og tískil hava tey einki vitað um, nær streymurin kann væntast aftur. Hvalba hevur verið hart rakt av illveðrinum í nátt. Brimgarðurin hevur fingið stóran skaða, og á vegnum við strondina í Hvalba er illa koyrandi, tí uppgangurin hevur verið stórur. Bátar liggja og sløðast í fjøruni, eins og fleiri neyst hava tikið skaða. Um støðuna í Hvalba sigur SEV, at tey eru í gongd við at finna eina loysn. Enn hava øll ikki fingið streymin aftur í Hvalba og Sandvík. Fólk eru aftur farin í fjøllini at finna og rætta feilin á linjuni. Aggregat eru á veg suður við Smyrli, og verða sett upp beinanvegin at veita fyribilsstreym, skrivar SEV á Facebook í dag. Illveðrið rakti eisini høvuðsstaðin meint í gjár. Tað sæst millum annað aftur Yviri við Strond, har vegurin er brotin í fleiri støðum, eins og nógvur uppgangur hevur verið og framvegis er Yviri við Strond. Tískil er vegurin stongdur í dag. Løgreglan sigur, at tá veðrið verður frægari ber til at finna útav, hvussu stórur skaðin er, men vegurin verður í øllum førum stongdur í allan dag. Av løgreglustøðini verður sagt, at illveðrið var ringast í Havn, í Klaksvík, á Strondum og í Vágum. Í øllum førum komu flest fráboðanir inn frá hesum økjum í landinum í gjár. Løgreglan sigur tó eisini, at í mongum førum verður løgreglan ikki kunnað, tí fólk venda sær beinleiðis til bjargingarlið á staðnum. Síðani umleið klokkan 15 í gjár hava Hvalba, Sandvík og Nes ongan streym havt. Í pørtum av Hvalba og Sandvík er streymurin komin aftur, tó at fleiri hús framvegis liggja í streymloysi. SEV sigur í dag, at fleiri neyðsynjar aggregat eru farin til Suðuroynna við Smyrli í dag, og tey verða so sett upp í bygdunum, so at øll hús fáa eitt sindur av streymi. Samstundis eru fólk í fjøllunum og hyggja eftir kaðalinum, sum hevur fingið brek. Enn er óvist, um SEV megnar at umvæla kaðalin, tá ið veðrið framvegis er ringt, ella um tað má bíða til veðrið verður frægari. gjárkvøldið fór streymurin í bygdunum norðan fyri Klaksvíkina í nakrar tímar. Annars hevur SEV ikki havt trupulleikar av illveðrinum. Fyrrverandi amerikanski varaforsetin, Joe Biden, vann undanvalið í South Carolina í nátt. Hann fekk 48,4 prosent av atkvøðunum, og Bernie Sanders fekk um 20 prosent. Øll hini sum stillaðu upp, fingu minni enn 10 prosent hvør. Eftir sigurin er Joe Biden fyribils við aftur í kappingini um at gerast forsetavalevni hjá demokratunum á forsetavalinum í november. Nú verður í spenningi bíðað eftir Supertuesday, sum verður týsdagin, tá undanval verður í 14 statum samstundis. Roknað verður við, at tá val hevur verið í teimum 14 statunum, verður greitt, hvør skal bjóða Donaldi Trump, forseta av. Serliga stórur áhugi er fyri stóru statunum, Texas og California á undanvalinum týsdagin. Fyri at gerast valevni hjá demokratunum, skulu valevnini hava valfólk, og tey fáa valfólk á hvørjum vali. Tilsamans eru 1.991 valfólk at kappast um. Enn er ikki stórur munur, tí Pete Buttigieg, hevur higartil fingið 14 valfólk og Bernie Sanders hevur fingið 12. Øll hini hava fingið færri valfólk. Ríkmaðurin, og fyrrverandi borgarstjórin í New York, Michael Bloomberg, hevur boðað frá, at hann eisini fer at royna at gerast valevni hjá demokratunum. Hann hevur ikki stillað upp enn, men verður við í kappingini týsdagin. Hóast Joe Biden vann undanvalið í South Carolina, so verður framvegis roknað við, at Bernie Sanders fer at gerast valevni hjá demokratunum, tí allar meiningakanningar vísa, at hann hevur størst undirtøku. Onnur sum høvdu ætlanir um at vinna undanvalini, hava valt at gevast, tí tey ikki fáa nóg stóra undirtøku. Ein teirra er ríkmaðurin, Tom Steyers, sum eftir valið í South Carolina, boðaði frá, at hann gevst við royndini at gerast forsetavalevni hjá demokratunum. Tað er framvegis ringt veður kring landið, og veðurmátingarnar hjá Landsverki vísa, at tað í løtuni eru upp í 30 metur sekund í hvirlunum á Gjáarskarði og Kambsdali. Á Gøtueiði er upp í 35 metur s, á Høgareyni upp í 26 metur s, meðan tað á Oyggjarvegnum við Norðradalsskarð er upp í 35 metur s. Við Velbastaðháls, á Sandi, í Hvalba, við Fámjinsvegin og á Porkerishálsi eru 28 og 35 metur sekund í hvirlunum. Vit eru komin forbí tað ringasta, og vindurin fer at minka í dag, og í morgin verður nógv minni vindur. Men vindurin minkar seint, so tað verður framvegis nógvur vindur til seinni í kvøld, sigur hann. So kann ein bara ímynda sær, hvussu tað kendist hjá skipara og manning umborð á got, sum vóru á Norðhavinum í gjár, tá ið illveðrið veruliga brast á. Vit blivu ov seint lidnir, tí tað gekk illa at draga, so tí fóru vit ikki inn áðrenn illveðrið veruliga brast á, sigur Hjaltur Poulsen, skipari. Tá eystfallið kemur, og tað er eystanætt, so rekur tað upp í ættina, so tað blívur sera buldrasligt. So tá vit vóru ov seinir máttu vit bíða eftir vestfallinum. Tá bleiv so nógv meira vindur, men tað var slættari á sjónum, sigur Hjaltur Poulsen. Men, vóru vit farnir inn beinanvegin, tá vit vóru lidnir, so høvdu vit ikki klárað tað, tí tað vóru so nógvir brotasjógvar tá, sigur Hjaltur Poulsen. Hann hevur sum vera man upplivað nógv á sjónum, og hóast vindurin var harðari enn hann helst hevur upplivað áður, so vóru aldurnar ikki so galnar. Nólsoy merkti av álvara illveðrið í gjár. Spæliplássi og fótbóltsvøllurin eru á tremur við gróti, sum er kasta á land í illveðrinum í gjár. Hesar myndirnar hevur Carsten við Sandá Thomsen tikið. Sí upptøkur av støðuni í Nólsoy í gjár og aðrar upptøkur á okkara facebooksíðu her Kringvarpið á Facebook . Stóru donsku reiðaríni verða ávirkað í keypsskálunum av coronavirusinum, skrivar Berlingske. Tað hendir serliga eftir at virusið er farið at breiða seg av álvara uttan fyri Kina. Virðið á partabrøvunum hjá Mærsk, Norden og Torm eru nógv lækkað, og væntandi flutningurin kann hava við sær, at feløgini longu hava mist ein umsetning uppá 12 milliardir krónur, skrivar Berlingske. At coronavirusið nú eisini breiðir seg í Italia og í Suðurkorea, merkir, at støðan gerst enn truplari, og ilt er at meta um, hvat kann henda, sigur danski greinarin, Michael Friis Jørgensen. At virðið minkar so nógv, sum talan er um, meir enn 10 prosent, setir feløgini í eina torføra støðu, sum kann gerast uppaftur verri, um gongdin við coronavirusinum stendur við ella versnar, sigur greinarin. Tað hevur stóran týdning fyri Mærsk, hvussu gongdin verður við virusinum, tí felagið hevur 75.000 viðskiftafólk í Europa og USA, sum skulu hava vørur úr Kina og øðrum londum í fjareystri, talan er bæði um handlar og aðrar fyritøkur. Mett verður, at higartil eru 1,7 milliónir bingjur færri fluttar, enn tað sum vanligt hevur verið, og tað merkja flutningsfeløgini væl, siga greinarar. Oljuprísurin er lækkaður við einum fjórðingi higartil í ár, og liggur nú um 50 dollarar fyri tunnuna. Tað er lægsti prísurin síðani í juli í 2017. Inntøkan hjá oljufeløgunum lækkar nógv, og vandi tykist vera fyri, at stígur fer at koma í búskapin í fleiri londum, serliga í Asia. Í Kina stendur alt annað enn væl til, at tá kinesisku búskapurin er tann næststørsti í heiminum, dregur hann aðrar búskapir við sær. Greinarar siga seg rokna við, at oljufeløgini fara at minka munandi um íløgurnar, um oljuprísurin fer at liggja um 50 dollarar fyri tunnuna. Fyri at kunna gera neyðugu íløgurnar má prísurin vera 60 dollarar fyri tunnuna, siga teir. Roknað verður við, at Rusland og OPEC londini fara at umrøða støðuna í næstu viku Roknað verður við, at londini noyðast at lækka søluna av olju, fyri at rætta prísin aftur. Men greinarar siga seg ikki rokna við, at oljuprísurin fer at hækka, hóast londini gera av at skerja søluna. Tí síggja greinararnir fyri sær, at orljuprísurin kann lækka niður í 40 dollarar fyri tunnuna, fyri síðani at hækka aftur, tí tekin eru um, at eftirspurningurin úr Kina nú veksur eitt sindur, skrivar DN. Tað var hvørki gangandi ella koyrandi út á Klivar í gjár, og hann kendi seg noyddan at byrgja av, so eingin kom til skaða í bygdini, har jarnbrúdleyp var. Skúlin á Giljanesi fekk stóran skaða, tá ein partur av tekjuni reiv seinnapartin í gjár. Í morgun eydnaðist at festa tekjuna aftur, so vatn ikki rennur niður í bygningin. Í Vágum vóru eisini fleiri aðrir skaðar í gjár, og í dag er aftur boðað frá skaðum, sigur tilbúgvingarleiðarin í Vága kommunu, Dánjal Pauli Nielsen. Heimsheilsustovnurin, WHO, sigur í frágreiðing, sum 25 serfrøðingar almannakunngjørdu í februar um coronavirusið, at royndir frá 80 prosentum av sjúklingunum vísa, at teir høvdu mild ella næstan eingi sjúkutekin. Persónarnir, sum vóru í størsta vanda fyri at gerast álvarsliga sjúkir, vóru persónar eldri enn 60 ár, og tey, sum hava aðrar kroniskar sjúkur, sum til dømis diabetes ella hjartasjúku. Bara 2,4 prosent av teimum, sum eru skrásett við corona, eru yngri enn 18 ár. Sambært granskarunum er tað ábending um, at børn ikki fáa virusið. Eingin yngri enn 10 ár er higartil skrásettur fyri coronavirusið í Kina. Eingi børn er testað positiv í Wuhan í Kina í tíðarskeiðnum november 2019 til fyrstu vikurnar í januar í ár. Samstundis leggja granskararnir dent á, at tað er ov tíðliga at staðfesta, hvønn leiklut børn hava sum smittuberi, um tey eru minni viðkvom og hvussu nógv børn eru smittað. Sjúkueyðkennini fyri corona eru ymisk og kunnu vera frá ongum sjúkueyðkennum til álvarsligan lungnabruna og deyða, vísir greining av 5.500 coronasmittaðum. Smittað fáa oftast sjúkueyðkenni fimm til seks dagar eftir at tey eru smittað. Flest øll, sum verða smittað við COVID 19, fáa mild sjúkueyðkenni og koma skjótt fyri seg aftur, siga teir 25 granskararnir í WHO frágreiðingini. Tað skrivaðu fleiri amerikanskir miðlar í gjárkvøldið. Hann váttaði sjálvur tíðindini á valfundi í Norður Carolina í nátt okkara tíð. Eg royni ikki longur at gerast demokratiskt valevni til forsetavalið, men eg fari at gera alt, sum eg orki, fyri at tryggja, at vit fáa nýggjan demokratiskan forseta í Hvítu húsini í januar, segði Buttigieg. 38 ára gamli Buttigieg var púra ókendur lokalpolitikari í Indiana, men eftir stutta tíð gjørdist hann landskendur í USA, tá hann stillaði upp til forsetavalið. Hevði hann vunnið uppstillingarvalið, hevði hann verið fyrsta opna samkynda forsetavalevni í USA. Hann tók nógv á bóli, tá hann vann uppstillingarvalið í Iowa. Eftir tað fekk hann næstflestar atkvøður í New Hampshire. Men síðani hevur tað bara gingið niður á bakka. Pete Buttigieg gjørdist nummar trý í Nevada, og nú um vikuskiftið endaði hann á fjórðaplássi í Suður Carolina, har vann fyrrverandi varaforsetin, Joe Biden. Buttigieg boðar frá avgerðini bara tveir dagar undan Super Tuesday, tá uppstillingarval verða hildin í 14 statum. Tað er í morgin, 3. mars, tá flestu nevndarfólk verða funnin, og dagurin verður nevndur Super Tuesday. Tilsamans skulu 1.344 nevndarfólk veljast í morgin, tað er umleið tveir triðingar av tí, sum krevst fyri at verða tilnevndur í fyrsta umfari á landsfundinum í summar. Washington Post skrivar, at ein av orsøkunum til, at Buttigieg nú gevst í valstríðnum er, at hann heldur seg neyvan hava møguleika at vinna í nøkrum av statunum í morgin, og at kappingarneytarnir eru langt frammanfyri hann. Nú Pete Buttigieg er farin úr valstríðnum, hava veljarar á demokratiska vonginum í deilstatunum, sum eru eftir, seks valevni í at velja. Tey eru 78 ára gamli Bernie Sanders, 77 ára gamli Joe Biden, 70 ára gamla Elizabeth Warren, 59 ára gamla Amy Klobuchar, 38 ára gamla Tulsi Gabbard og 78 ára gamli Michael Bloomberg. Tað er svarið hjá Heilsumálaráðnum, tá Fíggjarnevndin hjá løgtinginum spurdi um feilbókingarnar í fíggjarstýringarskjalinum í sambandi við, at Landssjúkrahúsið verður útbygt. Tað ber ikki til at siga, svarar Heilsumálaráðið, hvussu stórir feilirnir hava verið, tí teir eru rættaðir so hvørt, sum teir eru funnir. Ein feilur, sum sæst í tølum, eru fýra milliónir krónur í bókingum, sum vórðu gjørdar í 2009 og 2010, og sum ikki funnust í bókingarlistanum í fíggjarstýringarskjalinum. Tá feilurin varð funnin, vórðu rokningarnar settar manuelt í fíggjarstýringarskjalið, sigur Heilsumálaráðið og leggur afturat, at frá og við 2011 eru allar rokningar taldar við sum tær eiga. Hildið verður, at tað fer at verða javnt millum høvuðsvalevnini, Benjamin Netanyau í høgraflokkinum Likud, og andstøðuleiðaran í miðsamgonguni, Benny Gantz. Sambært meiningakanningum fær hvørgin meiriluta í Knesset, og sostatt kann politiski ruðuleikin halda fram eisini eftir hetta valið. Helgi Abrahamsen ásannaði, at myndugleikarnir seta krøv, sum eru bæði dýr og torfør at halda. Men sum frá líður lønar tað seg at halda krøvini, segði hann. Tann lítla nettoognin er ein avbjóðing fyri førleika landskassans at halda eina støðuga útreiðslugongd í komandi lágkonjunkturi, sigur Búskaparráðið. Fíggjarogn landskassans skal annaðhvørt vera so stór, at hallini kunnu berast uttan lántøku, ella skal fíggjarstøðan vera so mikið góð, at kredittvirðið er nóg gott til at læna til hallini í einum lágkonjunkturi, sigur ráðið. Búskaparráðið sigur, at veiðigjald økir produktivitetin og bøtir um haldførið. Tí er avgerandi, at rindað verður fyri serrættin at fiska. Kanadiskur tónleikur er á skránni í Jambalaja í dag. Vit hoyra nýtt frá Alan Doyle og Tenille Townes, og leita aftur til eitt nú Hank Snow, Buffy Sainte Marie, Shania Twain, k.d. lang og Gordon Lightfoot. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sigur, at landsstýrið hevur ikki enn viðgjørt, um landskassin skal hjálpa við pengum, nú brimgarðar fingu stóran skaða í illveðrinum og uppganginum um vikuskiftið. Janus Thomsen, borgarstjóri í Hvalba, og Jóhan Eli Poulsen, løgtingsmaður í Sandvík, siga í tíðindaskrivi í gjárkvøldið, at Hvalbiar kommuna megnar ikki einsamøll at bøta skaðan, sum hendi í havnini í Hvalda. Um kommunan sjálv skal bera allan kostnaðin, er ikki pláss til nakað annað, tí kommunan hevur longu bundið seg til aðra stóra verkætlan, sum longu er farin í gongd. Landið hevur fyrr latið pengar til at umvæla kommunalar brimgarðar, og landið hevur eisini rindað fyri at taka upp grót í innsiglingini í Skopun. Bólkurin, sum skal koma við uppskotum til landsstýriskvinnuna í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir um bústaðarpolitisk átøk, hevur væntandi sín seinasta fund í dag. Regin Hammer, sum er formaður í bólkinum, sigur, at talan verður ikki um eina frágreiðing, ið kemur við einari heildarloysn fyri, hvørji átøk skulu setast í verk. Heldur verður talan um at vísa á ymiskar loysnir út frá teimum ymisku sjónarmiðunum, ið limirnir í arbeiðsbólkinum hava. Síðani stendur tað til landsstýriskvinnuna politiskt at velja millum tilmælini í frágreiðingini. Fleiri hava søkt um upptøku, men enn mangla nakrir næmingar, fyri at røkka tað talið, sum krevst, fyri at skúlin kann byrja at virka. Í høllini á Hálsi vann Neistin stórsigur á StíF og togaðu seg uppa annað plássi, meðan strandingar við tapinum nú eru uttanfyri topp fýra. Tað hevur Fíggjarnevndin fingið at vita frá Heilsumálaráðnum, nú nevndin viðger uppskotið um at játta 152,7 milliónir krónur til at høvuðsumvæla, útbyggja og nútíðargera Landssjúkrahúsið. Sjálvbodna arbeiðið er ikki í vanda, men tað er undir trýsti. Tað sigur Petur Mittún, aðalskrivari í Ítróttasambandi Føroya. Morgunsendingin setti sjóneykuna á sjálvboðið arbeiði í morgun. Hoyr aðalskrivaran í ÍSF, sum var ein av gestunum, greiða frá gongdini. Hetta er søgan um, hvussu ótrúliga fínur mannaheilin er, hann hevur næstan 20 ár um at búnast. Vit ferðast inni í dulda heiminum sum stendur í samband við eygu og oyru. Hesaferð hitta vit eisini serstakar persónar Millum annað eitt ára gomlu Angelinu, sum er ein óføra røsk og áhugaverd smágenta, hóast henni manglar ein part av heilanum og Eric, sum hóast hann er blindur, klívur upp á hægstu tindar. Á middegi høvdu Betri trygging og Trygd fingið fráboðanir um tilsamans 300 skaðar, men tryggingarfeløgini vænta, at boðað verður frá fleiri skaðum, tá líður á dagin. Hildið varð, at tey kundu ikki søkka, men øll trý skipini vóru fyri álvarsligum vanlukkum, og ein kvinna yvirlivdi allar tríggjar vanlukkurnar. Violet Jessop var kahútsfrúgv við teimum trimum skipunum, men tá Titanic sakk, spurdi ongin fjølmiðil hana um tilburðin. Ikki fyrr enn í 1970 fekk ein søgufrøðingur frænir av hennara sermerktu søgu. Violet Jessop hevði verið við Olympic, tá eitt krígsskip rendi á skipið í 1911, og hon slapp av Titanic í evstu løtu, tá skipið sakk í 1912. Seinni var hon kahútsfrúgv við Britannic, men í 1916 sigldi Britannic á eina minu í grikska havinum og sakk. Í januar og februar vórðu seldir 334 nýggir persónbilar samanborið 316 í fjør. Vøksturin er umleið seks prosent, vísa tøl hjá Akstovuni. Norska stjórnin er umskipað, eftir at fiskimálaráðharrin, Geir Inge Sivertsen, fríggjadagin legði frá sær í sambandi við eitt mál um eftirløn. Geir Inge Sivertsen sigur í tíðindaskrivi, at spurningurin um nevndarsessir og fráfaringarsamsýning hevur tikið fokusið frá starvinum, ið hann sum fiski og matvørumálaráðharri hevði ætlanir um at menna í týdningarmestu vinnugreinini í Noregi. Vinnan hevur uppiborið ein ráðharra, sum av fullum huga kann hugsavna seg um uppgávurnar, sum eru neyðugar, fyri at tað skal bera til. Málini hava eisini ávirkað stjórnina og egna flokk mín, Høgraflokkin, skrivar Geir Inge Sivertsen. Fyrst í februar kom undan kavi, at Geir Inge Sivertsen fekk 120.000 túsund krónur í eftirløn sum borgarstjóri í Lenvik kommunu, samstundis sum hann fekk fulla løn sum ráðharri í vinnu og fiskivinnumálum. Ófriðardeildin er ein tann mest kenda og tiltikna løgregludeildin í donsku løgreglusøguni. Deildin var virkin frá 1965 2001 og skuldi avdúka narkohandil, rockarar og bz arar. Løgtingskvinnurnar Ingilín Didriksen Strøm úr Javnaðarflokkinum og Hervør Pálsdóttir úr Tjóðveldi kappast móti blaðstjórunum á ávíkavist Dimmalætting og Norðlýsinum, Emil Lisberg Jacobsen og Jóhann L Lützen, í Havnini eru nógvir skaða, og stórir skaðar eru um allan Kaldbaksfjørð, serliga á Sundi, í Kaldbak og á landsvegnum millum Kalbaksbotn og Kaldbak. Stórir skaðar eru eisini í Nólsoy. Annika Olsen, borgarstjóri, og Bogi Jacobsen, tekniskur stjóri hjá Tórshavnar kommunu, eru á rundferð at kanna og skráseta mongu skaðarnar, sum hava verið í kommununi um vikuskiftið. Borgarstjórin og tekniski stjórin siga, at tað er sera týdningarmikið at skráseta allar skaðar, so ein ætlan um umvælingar verður gjørd beinanvegin. Í dag verða eisini stig til at rudda upp í fleiri støðum, eitt nú í Kaldbaksbotni, sum flýtur í óruddi frá sandinum og langt fram í dalin. Meðan ódnarveðrið var av tí ringasta leygardagin, høvdu mong hvørki telefon ella netsamband, og høvdu tí ongan møguleika at geva boð frá sær. Skotið verður eisini upp, at Barbara Pálsdóttir Vang, næstforkvinna, Jógvan Jespersen, Gunnar Nielsen og John Henrik Holm halda fram í nevndini. 101 ára gamli Poul Olsen hevur alt lívið búð í Toftalíð og hann greiðir millum annað frá sínum sera drúgva arbeiðslívi. Hann sigur, at hann hevði ikki droymt um at hann skuldi gerast so gamal. Britt Kirke Djurhuus hevur nógv heit minnir frá barnaárunum í Toftalíð. M.a. minnist hon hvussu góð øll tey eldru fólkini í býlinginum vóru við seg. Hon og systirin vóru ofta ørindi fyri mammuna, sum hevði handil. Rúna Wenningsted Hansen er úr Skopun og hon trívist væl í Toftalíð í Vági. Hon er uppvaksin við at síggja inn í onnur hús og tí dámar henni sera væl at hava so gott útsýni út á fjørðin. Ikki minst nú sonurin plagar at vera við báti á floti. Maðurn Bjarni Johansen sigur, at tað er nógv broytt í Toftalíð síðani hann var smádrongur. Tá vóru fleiri handlar. Nú er eingin. Vágur er eitt gamalt pláss, sum er samansett av nógvum býlingum. Hans í Líðini greiðir frá býlingunum. Til stuttleikar nevnir hann, at ein gøta fekk navnið sinktaksgøtan, tí har vóru fyrstu húsini í Vági sum fingu sinktak. Dussan Kitty Leo er ein av kvinnunum í Vági, sum koma saman hvønn mánadag at binda til treingjandi fólk í Rumenia. Síðani kemur Absalon Matras úr Klaksvík eftir klæðunum, ið fara við bussinum beinleiðis til Rumenia. Straight Ahead Tú veist Yann Tiersen Grøna Jørð Barlast Ein ferðaleys ferð Chase Reckless Life Hanus G. Johansen og Cantabile Vár Mold Moments Present Past No Windpipes Allowed Makrel Mítt Ljós Fróði og Deiggj Náttargrátur Eyð Berg Jacobsen og Kári Jacobsen Vís mær bara Lív og Ronnie Dagarnir Visible Fish Dumb Radio Heiðursmerkir og europeiskur fótbóltur eru vorðin siðvenja hjá runavíkingum, men enn hevur felagið bert tað eina føroyameistaraheitið frá 2007 at vísa á. Illgruni er um, at fólk, sum eru umborð á skipinum, eru smittað við COVID 19 virus. Tað skrivar heimasíðan hjá norska kringvarpinum, NRK . Tað er reiðaríið sum hevur heitt á norsku myndugleikarnar um at lata skipið liggja, til kanningar eru gjørdar, og úrslitið av kanningunum verður helst greitt seinnapartin. Illgrunin um, at ferðafólk, ið eru smittað við coronavirus eru umborð, kom í, eftir at tvey fólk á skipinum høvdu hitt eitt fólk, ið seinni vísti seg at vera smittað. Embætislæknin í Haugeseund, Tveis Quale, sigur, at kanningarnar eru sendar til sjúkrahúsið í Haugesund, og at úrslitið verður greitt seinnapartin. Hann heldur ikki, at tey bæði týsku fólkini eru sjúk. Umleið 90.000 fólk eru higartil smittað við COVID 19 virusinum, helvtin eru frísk aftur, meðan umleið 3.000 eru deyð, nógv tey flestu í Kina. Kim Pedersen, partaeigari, mælir til, at nevndin í BankNordik fyri komandi ársaðalfund bankans setur seg í samband við nevndina í Grønlandsbankanum. Tað verður gjørt fyri at kanna, um grundarlag er fyri samanlegging ella øðrum sínámillum bindandi samstarvi millum BankNordik og Grønlandsbankan. Nevndin svarar, at eitt slíkt strategiskt stig hoyrir undir virkisøki og ábyrgdarøki nevndarinnar. Nevndin tekur ikki undir við uppskotinum hjá Kim Pedersen. Nevndin í BankNordik tekur heldur ikki undir við einum uppskoti hjá Kim Pedersen um, at bankin keypir egin partabrøv í staðin fyri at luta út vinningsbýti. Nevndin sigur, at BankNordik hevur ikki lógarheimild til at keypa egin partabrøv, uttan at Fíggjareftirlitið hevur givið loyvi til tess. Nevndin vísir eisini til lóggávuna á økinum. Sambært henni hevur bankin ikki heimild til ella møguleika fyri at brúka upphæddina, sum er í uppskoti at gjalda sum vinningsbýti fyri 2019, til at keypa egin partabrøv fyri árslok 2020. Annars fekk nevndin á aðalfundinum í fjør loyvi til at keypa egin partabrøv. Loyvið er galdandi til 1. mars 2024. BankNordik ætlar at lata 67,2 milliónir í vinningsbýti fyri 2019, sjey krónur fyri partabrævið. Við 36 ella 37 limumí tjóðartinginum, er Netanyahu tætt við at hava meiriluta at skipa eina konservativa stjórn, tí hann hevur undirtøku frá 60 av teimum 120 limunum í Knesset. Hann sigur seg hava tosað við formenninar í øðrum konservativum flokkum, og teir eru samdir við hann um at skipa eina stjórn sum skjótast, sigur Netanyahu. Valið í gjár var tað triðja í eitt ár, og fær Likud flokkurin ikki skipað stjórn, er vandi fyri at val aftur verður útskrivað, skrivar Ritzau. Trivnaðarnevndin fer á fundi í dag at viðgera uppskotið hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi um vælferðarlóg, sum hevði fyrstu viðgerð tann 14.november. Men nú hevur landsstýrið gjørt eitt uppskot, sum ikki er um tað sama, sum landsstýriskvinnan í almannamálum, Eyðgunn Samuelsen, legði fyri tingið í seinasta valskeiði, men sum fall burtur, tá løgtingið fór í summarfrí í fjør. Hetta er uppskotið, sum Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi løgdu fram aftur fyrst í november í fjør og sum enn er í Trivnaðarnevndini. Tíggju mál eru á skránni hjá Trivnaðanevndini í dag. Teirra millum eru uppskotið hjá Tjóðveldi um at útbúgva fleiri røktarstarvsfólk, og uppskotini hjá Javnaðarflokkinum um broytingar í dagpengalógini. Seinasti framløgudagur í hesari tingsetuni er fríggjadagin. Løgtingið fekk nógv lógaruppskot seinasta fríggjadag, sum var seinasti dagur at lata inn uppskot. Stór framstig eru gjørd í báðum londum um eina óhefta rættarskipan, og í bardaganum móti skipaðum kriminaliteti og korruptión, skrivar danska kringvarpið. Tí eiga ES londini skjótast gjørligt at taka upp samráðingar við tey bæði londini, sum bæði vilja sleppa upp í ES, sigur ES nevndin. Albanska stjórnin er í gongd við at gjøgnumføra eina stóra rættarnýskipan, meðan Norðurmakedónia hevur tikið stig til at tryggja óheftnið í rættarskipanini. ES nevndin heldur fast við sítt tilmæli um, at samráðingar skulu takast upp við bæði Albania og Norðurmakedónia, og eg vóni, at limalondini fara at siga ja næstu vikurnar, sigur kommisserurin. Frakland og Danmark steðgaðu samráðingunum í fjør, tí tey halda, at upptøkumannagongdin skal dagførast, áðrenn samráðingar kunnu byrja. Danski uttanríkisráðharrin, Jeppe Kofod, hevur eisini sagt, at bæði londini hava stórar trupulleikar at dragast við, og tí er ikki vist, at Danmark fer at stuðla samráðingunum, hóast meirilutin av ES limalondunum vil tað. Í lógaruppskotinum um ráðgeving og stuðul til gransking, menning og nýskapan, sum Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur latið løgtinginum, er eitt ráð fyri gransking, menning og nýskapan. Tjóðarítróttur føroyinga rør í vandasjógvi og okkurt má gerast, fyri at eggja fleiri rógvarum til. Tað halda í øllum førum Ludvík við Stein og Heini Hátún. Hoyr teir báðar viðmerkjararnar í kappróðri siga sína hugsan um evnið. Bara sjálvur skipsflutningurin í Sandoynna verður lagdur oman á prísin á skervi. Annars kostar hann tað sama sum aðrastaðni í landinum, sigur Jørgen Niclasen. Nýggj app, sum nevnist Renn fyri lívið, skal tryggja, at tað í framtíðin ikki verður tilvildin, ið fer at ráða fyri, um ein hjartastartari kemur fram ella ikki. Appin byggir á eina gps skipan. Á tann hátt fáa teir tríggir persónarnir, ið eru næstir sjúklinginum, eina fráboðan um fartelefonina. Annar fyrimunur við Renn fyri lívið, er, at allir hjartastartarar í landinum ætlandi verða skrásettir. Eisini teir mongu, sum eru í hýruvognunum. Landskassin er ikki nóg væl brynjaður til ein lágkonjuktur. Bruttotjóðarúrtøkan vaks sjey prosent í fjør, vøksturin var níggju prosent, og landið eigur at fáa meira fyri veiðigjøldini. Vit hyggja nærri at nýggjastu støðulýsingini av búskaparfrágreiðingini saman við Djóna Højgaard, formanni í Búskaparráðnum, sum kemur í útvarpsstovuna. Aftaná fara Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, Kristina Háfoss, tingkvinna fyri Tjóðveldi, Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, og Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, at kjakast um nýggju frágreiðingina. Men eru allar mannagongdir gjørdar, til tess at lofta sjúkuni Hvørji stig verða tikin, at smittan ikki skal breiða seg Hvussu nógv fólk eru í vandabólkinum, um sjúkan fær fótafesti her Og hvat er munurin á corona og vanligum beinkrími Hann hevur eisini spurt, hvussu gongst við samstarvinum millum Danmark, Føroyar og Grønland um DFG skipanina, sum Lars Løkke Rasmussen fekk í lag, tá hann var forsætisráðharri. Tilboðið er 518 krónur uttan meirvirðisgjald fyri hvørja reingerð. Tá er talan um tvey fólk í ein tíma, ella eitt fólk i tveir tímar. Bothnia, sum siglir undir gibraltiskum flaggi, kom úr Hamburg og skuldi inn á Vág. Sambært MarineTraffic, sigldi skipið við 10,5 míla ferð, tá tað sigldi á aliringarnar. Loðsur var ikki umborð á Bothniu, tá óhappið hendi. Sambært lógini um loðsskyldu, skulu olju , gass og kemikaliuskip hava loðs umborð, tá tey sigla inn í føroyska havn. Stjórin í Bakkafrosti, Regin Jacobsen, sigur, at aliringarnir eru væl merktur á sjókortinum, og hava bæði radarrefleks og blunkljós. Kravið verður fleiri milliónir, tí eingin laksur var í ringunum. Um fiskur hevði verið í ringunum, hevði talan verið um nógvar tíggjutals milliónir í endurgjaldskravi, sigur Regin Jacobsen. Lars Monsen hevur sett sær høgt mál, hann vil verða heimsins besti hundakoyrari. Í Gausdal maraton skulu venjararnir Andre og Kine við í kapping, hetta fer at geva fyrstu ábending, um toymið er á rættari leið. Lars skal standa á síðulinjuni. Fáa aðrar kommunur stuðul frá landinum til at gera skaðarnar aftur, eigur Tórshavnar kommuna eisini at fáa stuðul, tí allar kommunur skulu viðgerast eins. Price brøðurnir eru mitt í norðurlendskari odyss og eru nú komnir til Noregs. Fyrsti steðgur er Texas burgari í Oslo, síðan gongur leiðin vestureftir til Bergen. Sjálvandi skal laksur eisini á borðið, so James keypir 50 metrar av eini í roynd og veru uppturkaðari laksaá, og Adam veit alt í einum alt um flugufiskiskap. Hann sigur, at støða skal millum annað takast til, hvussu stórt inngjaldið skal verða, tí tað kann taka drúgva tíð at savna pening í grunnin, samstundis sum skaðar eru fyri tíggjutals milliónir krónur FNU mælti í tíðindunum í gjár til, at útbyggingin, sum SEV ætlar at gera í Dalshaga, skal endurskoðast, millum annað tí at fleiri hagaeigarar ikki eru hoyrdir í málinum. Í sáttmálanum millum japonsku stjórnina, OL nevndina og altjóða olympiska felagsskapin, IOC, stendur, at Japan missir rættin til at skipa fyri OL, um leikirnir ikki verða hildnir í 2020. Hildið varð, at tey kundu ikki søkka, men øll trý skipini vóru fyri álvarsligum vanlukkum, og ein kvinna yvirlivdi allar tríggjar vanlukkurnar. Violet Jessop var kahútsfrúgv við teimum trimum skipunum, men tá Titanic sakk, spurdi ongin fjølmiðil hana um tilburðin. Ikki fyrr enn í 1970 fekk ein søgufrøðingur frænir av hennara sermerktu søgu. Violet Jessop hevði verið við Olympic, tá eitt krígsskip rendi á skipið í 1911, og hon slapp av Titanic í evstu løtu, tá skipið sakk í 1912. Seinni var hon kahútsfrúgv við Britannic, men í 1916 sigldi Britannic á eina minu í grikska havinum og sakk. Í hesi nýggju ljóðmyndini hoyra vit søguna um kvinnuna, sum ikki kundi søkka. Lagt til rættis og skrivað Uni Arge Húskið á Kastanjugarði veksur Tey hava fingið ein labradorhvølp, sum tey kalla Kajsa. Turkur er, og seyðinum tørvar gras, men tíbetur finnur hann hømiliur aftan fyri stallin. Og so fær Frank endiliga gjørt árar til finska bátin. Meginparturin av teimum smittaðu búðu á sama gistingarhúsi í Italia. Ein av teimum smittaðu hevur verið í Eysturríki, skrivar íslendska kringvarpið, RUV. Leitisstein skal ikki vera droyur, keðiligur, ella eitt beinleiðis mogghøvd, og nokta, men inrrætta seg og eisini spæla føroyskan tónleik. Fyrr í dag boðaði SAS frá, at felagið gevst at flúgva til Hongkong fyribils.Frammanundan hevur felagið avlýst alla flúgving til floghavnir á meginlandinum í Kina. Danska uttanríkisráðið mælir nú øllum frá at fara til fýra landspartar har norðuri í Italia. Teir eru Emilia Romagna, Lombardíið, Piemonte og Veneto. Vit hoyra søguna Tey trý eslini. Elin Mortensen týddi úr enskum. Katrin Nolsøe sigur frá. Aðrar røddir eru Kári Sólstein, Finnur S. Olsen og Jonna Fritsdóttir Mortensen. Jón Svein Heinesen var tøkningur Lítilleiki, fólkaræði og nýggi miðlaveruleikin er heitið á ráðstevnu, sum er mikudagin. Kári Holm Johannesen, ein av røðarunum, var á gátt og tosaði um hvussu tað ávirkar okkum, at nærum øll vita av hvørjum øðrum í einum lítlum framkomnum samfelag. So hendi tað aftur. G festivalurin fær avboð frá kendum tónleikara orsakað av grindadrápi. Kunnu vit vinna stríðið móti umhvørvisfelagsskapum, sum leggja trýst á festivalar og fyritøkur Tað spurdu vit stjóran á G festivalinum, Sigvør Laksá, og tveir samskiftisráðgevar, Páll Nolsøe og Tór Verland Johansen. Corona sjúkan breiðir seg støðugt runt um allan heim og eru nú staðfest í øllum okkara grannalondum. Sostatt tykist talan einans vera um tíð, áðrenn sjúkan verður staðfest í Føroyum. Men eru allar mannagongdir upp á pláss fyri at lofta sjúkuni Er kommunulæknaskipanin klár Og hvat er munurin á Corona og eini vanligari influensu Hetta er millum spurningarnir, ið vit fara at seta Shahin Gaini, serlækna í infeksjónssjúkum, og Marjus Dam, formanni í Kommunulæknafelagnum, sum eru í útvarpsstovuni. Í gjár var várfrágreiðingin hjá Búskaparráðnum løgd fram og hóast formaðurin kundi vísa á stóran vøkstur í BTÚ, vóru ávaringarnar og fremsti fingur tað, sum stóð eftir tá framløgan var av. Landskassin hevur eina verri fíggjarogn enn í 2007 yvirskotið átti at verið størri og vit brúka for nógvar pengar heldur enn at spara upp til verri tíðir, sigur Djóni Højgaard, formaður í Búskaparráðnum Eins og í heysfrágreiðingini hartar Búskaparráðið fiskivinnupolitikkin hjá sitandi samgongu Í útvarpsstovuni at kjakast um frágreiðingina og viðmerkingarnar hjá formanninum í Búskaparráðnum vóru Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, og tríggir fyrrverandi fíggjarmálaráðharrar, Kristina Háfoss, tingkvinna fyri Tjóðveldi, Aksel V Johannesen, formaður fyri javnaðarflokkin, og Bárður Nielsen, løgmaður. Corona tilbúgvingin Tá Kina 31. desember í fjør boðaði alheims heilsustovninum WHO frá fleiri tilburðum av einum nýggjum slagi av lungabrúna í býnum Wuhan í Hubei landspartinum, vóru tað tey fægstu, ið góvu tí stórvegis gætur. Næstu vikurnar gjørdist tað kortini skjótt greitt fyri umheiminum, at okkurt álvarsamt var áfatt í Kina. Síðan tá eru yvir 92.300 túsund fólk smittað av nýggja Corona virusinum. Og tá ein 61 ára gamal maður 11. januar doyði av sjúkuni, bleiv hann tann fyrsti av higartil 3.131 fólkum,ið hava latið lív av Corona. Innan nakrar fáar vikur hevði sjúkan breitt seg til fleiri lond í Fjareystri og USA og síðsta dagin í januar bórust tíðindini, at hon var komin til Evropa. 31. januar varð sjúkan eisini fyri fyrstu ferð staðfest í Norðurlondum, tá ið ein svenskari fekk staðfest smittuna. Síðan tá eru 28 tilburðir staðfestir Noregi, 24 í Svøríki, 11 í Íslandi og 6 í Danmark. Enn er sjúkan tó ikki staðfest í Føroyum, men fríggjadagin blivu tvey fólk kannað fyri sjúkuna. Tær kanningarnar staðfestu, at tey ikki vóru sjúk. Men myndugleikar kring okkum taka alsamt fleiri amboð í brúk til tess at fyrireika seg til eina størri spjaðing av corona virussinum. Heilsumálaráðið í Danmark hevur í dag avgjørt, at geva epideminevndini lógarheimild til at eitt nú avlýsa almenn tiltøk, og at avsperrað økið, um illgruni er um smittuvanda. Í Fraklandi hevur stjórin harumframt avgjørt at leggja hald á alla framleiðslu av andlitsmaskum, fyri at tryggja at heilsumyndugleikarnir hava útgerðina tøka um tað gerst neyðugt. Men eru vit í Føroyum klár at lofta corona smittuni Er kommunulæknaskipanin klár Og hvat er munurin á Corona og eini vanligari influensu Shahin Gaini, serlækni í infeksjónssjúkum, og Marjus Dam, formaður í Kommunulæknafelagnum, vóru í útvarpsstovuni og greiddu frá føroysku tilbúgvingini. Luttakarar Djóni Højgaard, Kristina Háfoss, Bárður á Steig Nielsen, Jørgen Niclasen, Aksel V. Johannesen, Ragnar Isaksen, Shahin Gaini og Marjus Dam Í gjár var várfrágreiðingin hjá Búskaparráðnum løgd fram og hóast formaðurin kundi vísa á stóran vøkstur í BTÚ, vóru ávaringarnar og fremsti fingur tað, sum stóð eftir tá framløgan var av. Landskassin hevur eina verri fíggjarogn enn í 2007 yvirskotið átti at verið størri og vit brúka for nógvar pengar heldur enn at spara upp til verri tíðir, sigur Djóni Højgaard, formaður í Búskaparráðnum Kjak millum Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, Kristinu Háfoss, fyrrverandi landsstýriskvinna í fíggjarmálum, Aksel V Johannesen og Bárður á Steig Nielsen, løgmann. Ódnarveðrið farna vikuskiftið elvdi til nógvar skaðar á brimgarðar og havnaløg. Brandur Sandoy, løgtingsmaður, heldur, at kommunar eiga at ganga saman um ein felags vanlukkugrunn, sum kann traðka til, tá skaðarnir henda. Talan er um eitt mikrobakarí, sum lutvíst er hópfíggjað, og so baka tey við súrdeiggi. Anna Klein Olsen, sum í løtuni er í starvslæru í Kringvarpinum, vitjaði í bakarínum í dag. 267 fólk vóru arbeiðsleys í desember, vísa tøl hjá Hagstovuni. Í desember í fjør høvdu 13,5 prosent av teimum arbeiðsleysu verið uttan arbeiði í eitt ár ella meira. Størsta arbeiðsloysið er sunnan fyri Skopunarfjørð, 1,7 prosent í Suðuroynni og 1,3 prosent í Sandoynni. Minsta arbeiðsloysið er í Eysturoynni, 0,5 prosent. Tað er í øllum førum ætlanin við ríkislógartilmælinum, sum skal gera fyrisitingarlógina hjá ríkismyndugleikunum í Føroyum meira tíðarhóskandi. Reglur kunnu gerast um, at samskifti við ríkismyndugleikar kann vera talgilt. Og ásett verður, at skjøl frá einum myndugleika í avgerðarmálum skulu hava eina undirskrift, sum tryggjar eintýdda eyðmerking av tí, sum sendir skjalið. Tey hava so nógv at gera í Forsætismálaráðnum í Danmark, at tey hava ikki stundir at viðgera eina umsokn um innlit frá Útvarpinum. Nú er ein mánaður síðani, at Útvarpið søkti um innlit í donsku fundarfrágreiðingar frá samráðingunum við Føroyar um fullveldi í 2000. Útvarpið spurdi Forsætismálaráðið um tað tann 4.februar, men svar er ikki komið haðani enn, annað enn, at tey hava so nógv at gera, at tey eru ikki liðug at viðgera innlitsumbønina. Mette Frederiksen, forsætismálaráðharri, hevur biðið um, at spurningurin um, hvussu gongst við samstarvinum millum Danmark, Føroyar og Grønland um DFG skipanina, sum Lars Løkke Rasmussen fekk í lag, tá hann var forsætisráðharri, verður settur uttanríkisráðharranum. Hann hevur eisini spurt Mette Frederiksen, um nýggja landsstýrið í Føroyum hevur nakra ávirkan á arbeiðið við at gera stjórnarskipan í Føroyum Fyrrverandi amerikanski varaforsetin, Joe Biden, stóð seg væl í undanvalunum, sum vóru í 14 statum í gjár. Hann vann í níggju statum, og liggur klárt á odda í royndini at gerast forsetavalevni hjá demokratunum. Tað verður framvegis talt upp eftir valið í gjár. Seinastu metingarnar siga, at Joe Biden vann í níggju av statunum, og hevur 448 valfólk. Bernie Sanders hevur vunnið 376 valfólk. Hann vann í trimum statum, millum annað í California. Men úrslitið var ikki so gott, sum meiningakanningarnar vístu. Síðani er langt niður til hini. Elisabeth Warren hevur fingið 48 valfólk og ríkmaðurin, Michael Bloomberg, hevur fingið 43 valfólk. Tíðindastovur skriva, at Bloomberg nýtti 1,5 milliardir krónur til lýsingar upp undir valini í gjár, og hóast tað, vann hann bert í Amerikansk Samoa. Tíðindastovurnar skriva, at Michael Bloomberg nú umhugsar at gevast við royndini at gerast valevni hjá demokratunum. Seinastu tíðina hevur gingið betur hjá honum, tí leygardagin vann hann valið í South Carolina. Um vikuskiftið gjørdu bæði Amy Kloubuchar og Pete Buttigieg at gevast við royndini at gerast forsetavalevni, og tey góvu Joe Biden sín stuðul. Valevnini skulu hava 1991 valfólk fyri at gerast valevni hjá demokratunum, og fyri at stilla upp ímóti Donald Trump, forseta, á valinum í november. Tað varð upplýst á tíðindafundi, sum Kaj Leo Holm Johannesen, landssstýrismaður í heilsumálum, og Lars F. Møller, landslækni, hava í Heilsumálaráðnum løtuni. Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, Shahin Gaini, serlækni, og Lars F. Møller, landslækni, skipaðu fyri tíðindafundin. Húskið hjá persóninum, sum er smittaður av corona, er í sóttarhaldi karantenu heima við hús.Talan er um fýra fólk, upplýsir landslæknin. Hann sigur, at føroyskir myndugleikar hava ikki orku til at gera egnar leiðreglur fyri corona smittuna. Men tær verða lagaðar til føroysk viðurskifti, sigur Lars Fodgaard Møller. Ung í arbeiði seta vit sum oftast í samband við at ungdómar í tvær vikur hvørja summarferiu fríðka um kommununa. Teir gera smáar umvælingar, lúka, sópa gøtur, mála, rudda og annað. Í Klaksvík hava tey víðka hetta átakið til at fevna um kommunala og privata arbeiðsmarknaðin. Tað merkir at ungdómur alt árið kann søkja sær frítíðarstarv, sum passar til teirra áhuga og styrkir. Nýggi starvsportalurin er nýggja síðan, har ung í aldrinum 15 16 ár kunnu venda sær, um tey ynskja eitt frítíðarstarv. Ung í arbeiði er til tín, ið ynskir eitt frítíðararbeiði í Klaksvík, men ikki heilt veit, hvussu tú skal bera teg at. Hettar merkir, at tá ið tú setur teg í samband við UÍA, ja so hevur tú longu áhuga fyri arbeiðinum. Tú hevur nú avgjørt, at tíðin er komin hjá tær at taka fyrsta stigið inn á lokala arbeiðsmarknaðin. Hendan avgerðin er ein varði í tínum lívi, og UÍA vil fegin fylgjast við tær á tínari leið. UÍA ásannar, at ungdómstíðin er ein tíð, har tú bæði skal finna tína egnu leið, eins og tú skal finna teg til rættis saman við øðrum í okkara lokalsamfelag. Ígjøgnum frítíðararbeiði, lærir tú grundleggjandi førleikar, ið hava virði, bæði í arbeiðs og gerandislívi tínum. Endamálið við Ung í arbeiði í Klaksvík, er at skapa karmar, ið stimbra tína megi, at taka ábyrgd yvir fyri egnum lívi og felagsskapinum. Morgunsendingin hitti Duritu Samuelsen, verkætlanarsamskipara og Mariu Josephsen og Malenu Olsen, sum hava fingið starv gjøgnum UÍA. Corona virusið er nú staðfest í Føroyum, og fýra fólk eru avbyrgd í egnum heimi, til tað er staðfest, at tey eru frísk. Ein føroyingur, ið kom aftur til Føroya úr Paris 24. februar, ið er smittaður. Hann fekk sjúkueyðkenni 29. februar. Og sambært Lars F. Møller, landslækna, er tað ikki óhugsandi, at kanningararbeiðið hevur við sær, at fleiri føroyingar verða avbyrgdir. Joe Biden vann átta av teimum 12 statunum, ið atkvøddu á Super Tuesday. Sostatt er hann nú greiður favorittur at gerast næsta forsetavalevnið hjá demokratunum. Men hvat er tað fyri eitt valevni og politikkur, ið amerikanarar fáa við Joe Biden Millum annað tann spurningin seta við Regin Winther Poulsen, sum er politiskur viðmerkjari. Avbjóðingin nú verður at finna tey, sum smittaði maðurin hevur havt samband við, síðani smittan varð staðfest. Og talan kann verða um, at 20 til 40 fólk fáa boð um at fara í karantenu heima við hús. Arbeiðsbólkurin, sum er settur at orða uppskot til bústaðarpolitikk, er verri enn so samdur um, hvussu bústaðartrupulleikin eigur at loysast. Grønland ætlar at hava eitt uppskot um handilsavtalu við Bretland klárt í vár. Tað sigur grønlendski umboðsmaðurin í Brússel, Mininnguaq Kleist, við KNR. Bretland er ein av størstu marknaðunum í ES fyri grønlendskar fiskavørur, og tí hevur ein handilsavtala stóran týdning, sigur hann. Bretland fór úr ES seinast í januar, men tær avtalur, sum vóru galdandi, vera galdandi alt hetta árið, og tí vera ongar broytingar alt fyri eitt, sigur hann. Grønlendsk embætisfólk skulu fyrst gera eitt uppskot um eina handilsavtalu at leggja fyri bretsku myndugleikarnar, og so kemur politiska arbeiðið at fáa avtaluna góðkenda, sigur Mininnguaq Kleist. Tað eru serliga rækjur og toskur, sum bretar keypa úr Grønlandi. Hóast eingi neyv tøl eru fyri útflutningin, so verður mett, at talan er um útflutning fyri 600 til 700 milliónir kr til bretska marknaðin um árið, sigur umboðsmaðurin. Grønland miðar eftir at fáa eina líknandi avtalu, sum landið hevði við ES, tá Bretland var limur har. Men spurnignurin er, um talan kann verða um at leggja toll á grønlendskar vørur, og tað verður ikki greitt, fyrr enn ES og Bretland hava gjørt eina handilsavtalu. Italska stjórnin hevur avgjørt at steingja allar skúlar og øll universitet í landinum fyri at berja niður corona virusið. Tað skriva fleiri italskir miðlar. Skúlarnir og universitetini verða helst stongd frá í morgin, og tey verða stongd til miðjan mars, skrivar blaðið, Corriere della Sera. Ítróttarmálaráðharrin í Italia, Vincenzo Spadafora, sigur, at stjórnin helst fer at geva boð um, at allir toppdystir í italsku fótbóltskappingini skulu spælast fyri stongdum hurðum og við ongum áskoðarum. Italia er tað landið í Evropa, sum er ringast rakt av coronavirus. Meira enn 2.500 eru smittað, og 79 fólk eru deyð. Serliga er tað NorðurItalia, sum er meinast rakt. Rættarmálið, har trý fólk eru ákærd fyri at hava drukkið eina 17 ára gamla gentu fulla, og síðani neyðtikið hana, er útsett til hálvan mai. Orsøkin er, at eitt týðandi vitni í stóra neyðtøkumálinum hevur fingið forfall, sigur Bjørk Kunoy frá ákæruvaldinum hjá løgregluni. Seinasti rættardagurin í málinum skuldi annars vera í dag, men rættarmálið er nú útsett, og verður eftir ætlan tikið uppaftur 15. mai, um einki óvæntað hendir. Sambært ákæruritinum eru tey trý fólkini ákærd fyri tann 16. oktober í 2016, millum klokkan hálvum trý um náttina og klokkan níggju um morgunin, í einum bústaði í Havn, í felag hava drukkið eina tá17 ára gamla gentu fulla, og givið henni rithalin, tí fólkini ætlaðu ætlaðu at gera seg kynsliga inn á gentuna. Ákæruvaldið sigur, at tað eydnaðist teimum trimum i forening og efter fælles forudg ed aftale, accept ella indbyrdes fors else , at fáa 17 ára gomlu gentuna so ávirkaða, at hon ikki megnaði at seta seg upp ímóti áganginum. Yvirfriðingarnevndin gav SEV loyvi at gera okruútbyggingina í Dalshaga. Men eftir FNU kærdi avgerðina, fer Yvirfriðingarnevndin at taka støðu til, um málið skal takast upp til nýggja viðgerð, ella um loyvið hjá SEV skal standa við. SEV hevur ein steðg í orkuútbyggingini, meðan málið verður viðgjørt Frágreiðingin um bústaðarpolitisk átøk, sum lá á borðinum eftir síðsta fundin í arbeiðsbólkinum mánadagin, varð umrødd á landsstýrisfundi í gjár. Tað skriva fleiri amerikanskir miðlar. Bloomberg váttar tíðindini á sínum Twitter vanga, og hann boðar samstundis frá, at hann styðjar Joe Biden, fyrrverandi varaforseta. Michael Bloomberg stóð seg illa á valinum, og vann bara í Amerikanskum Samoa, hóast hann higartil hevur brúkt meira enn tríggjar milliardir krónur í valstríðnum. Bernie Sanders og Joe Biden vunnu í flestu statum í gjár, og hildið verður, at bara teir báðir verða eftir í kappingini um at gerast demokratiskt valevni. Kenda skaldsøgan 1984 hjá George Orwell, sum kom út fyrstu ferð í 1949, er nú týdd til føroyskt. Vit spyrja Berg Rønne Moberg, lektara í bókmentum, hvønn týdning bókin hevur í dag, og so hyggja vit at øðrum rithøvundum, sum hava fingist við sama evni. Hvørji eru okkara seksuellu rættindi Og hvussu skapa vit eina sunna samtykkimentan Millum annað hesir spurningarnir verða vendir á Femifagnaðinum hesa vikuna. Bjørt Lind frá felagnum KYN og Katrin á Neystabø frá Amnesty Føroyum vitja í útvarpsstovuni. Og so hyggja vit at onkrum av tí, sum hendir á mentarøkinum komandi dagarnar. Hoyrið sendingina her Super Tuesday var í gjár, og í fjúrtan amerikanskum statum, skuldu veljarar atkvøða um, hvør skal vera demokratiska valevnið til forsetavalið í november. Vinstra vendi Bernie Sanders var favoritturin tá valhølini opnaðu gjár. Síðan uppstillingarvalstríðið byrjaði hevur Sanders støðugt tikið seg inn á, og lagt seg framum fyrrverandi varaforsetan Joe Biden, sum var mettur at hava best møguleika tá valstríðið byrjaðið. Biden er dragnaður síðstu tíðina, men okkurt broyttist sunnudagin, tá hann vann uppstillingarvalið í South Carolina, og í gjár vann hann níggju av fjúrtan statum. Vit greina úrslitið av uppstillingarvalinum hjá demokratiska flokkinum saman við Regini Winther Poulsen, sum er staddur í New York. Corona virusið er nú staðfest í Føroyum og fýra fólk eru avbyrgd í egnum heimi inntil tað er staðfest, at tey eru frísk. Tað er ein føroyingur, ið kom aftur til Føroyar úr Paris 24. februar, ið er smittaður. Hann fekk sjúkueyðkenni 29. februar. Kannað verður nú hvør viðkomandi føroyingur hevur verið í samband við, meðan hann kundi smittað onnur. Og sambært Lars F. Møller, landslæknanum, er tað ikki óhugsandi, at kanningararbeiðið førir til, at fleiri føroyingar verða avbyrgdir. Biden á odda Super Tuesday var í gjár, og í fjúrtan amerikanskum statum, skuldu veljarar atkvøða um, hvør skal vera demokratiska valevnið til forsetavalið í november. Joe Biden vann átta út av teimum tólv statunum, ið atkvøddu á Super Tuesday. Sostatt er hann nú greiður favorittur at gerast næsta forsetavalevnið hjá Demokratunum. Men hvat er tað fyri eitt valevni og politikkur, ið amerikanarar fáa við Joe Biden. Millum annað tann spurningin seta við Regin Winther Poulsen, politiskur viðmerkjari. Luttakarar Regin Winther Poulsen, Shahin Gaini og Kaj Leo Holm Johannesen Nógvar smágentur droyma um at hitta prinsin á tí hvíta hestinum, sum kann geva teimum dreymatilveruna. Sum vaksnar velja kvinnurnar tó eina tilveru, sum er meira í tráð við teirra ynskir. Ymisk lív hittir hesa ferð tvær kvinnur við ógvuliga ymiskum lívsstíli og lívsáskoðan. Elin er 35 ár og heimagangandi, og hon býr saman við manninum á Húsum í Kalsoynni. Tey eiga seks børn, og øll tíðin hjá Elini fer til børnini. Hetta trívist hon væl við. Fía, hinvegin, er single og býr í Havn. Hon er 40 ár og hevur valt júst hetta lívið, tí hon vil hava tíð til sín sjálvs. Lagt til rættis Barbara Samuelsen. Fotografur Hans Petur Hansen Klipt Thomas Koba Landslæknin hevur í dag arbeitt við at fáa greiði á, hvørjum føroyingurin, ið er smittaður við corona COVID 19 virusinum, hevur verið í beinleiðis sambandi við seinastu dagarnar. Talan er um millum 15 og 20 fólk, og hesi hava fingið boð um, at tey skulu vera í sóttarhaldi heima til tey fáa nærri boð frá Landslæknaembætinum. Lars Fodgaard Møller, landslækni, sigur, at hann seinni í kvøld fer at gjøgnumganga listan av nýggjum, og tá kann vera, at nøkur av fólkunum verða leysgivin frá sóttarhaldinum. Tað var í morgun, at Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, boðaði frá, at fyrsti føroyingurin er smittaður við corona COVID 19. Tann smittaði hevur tað gott. Hann kennir seg, sum hevur hann vanligt krím. Konan og børnini hjá tí smittaða eru í dag kannað fyri corona COVID 19, men landslæknin sigur seg ikki hava frætt nakað um, at tey eru smittað, og at tað eru góð tíðindi. Tað hevur Lars Fodgaard Møller, landslækni, gjørt av, eftir at hann hevur kannað teir persónar, sum smittaði føroyingurin hevur verið í sambandi við, sigur Heilsumálaráðið í tíðindaskrivi í kvøld. Tað er framvegis bara ein persónur í Føroyum, sum hevur fingið staðfest corona virusið. Hini trý í húskinum hjá viðkomandi eru kannað, og øll úrslitini vóru negativ. Tað hevur Lars Fodgaard Møller, landslækni, gjørt av, eftir at hann hevur kannað teir persónar, sum smittaði føroyingurin hevur verið í samband við. Tað er framvegis bara ein persónur í Føroyum , sum hevur fingið staðfest corona virusið. Hini trý í húsarhaldinum hjá viðkomandi eru øll kannað, og øll úrslitini vóru negativ. Fiskaaling er partur av føroyska granskingarumhvørvinum og Jóhanna Lava Køtlum er stjóri i P F Fiskaaling. Hon greiðir frá teirra virksemi, umframt at Sanna Laksá sigur frá um sína granskingarritger ið snýr seg um útlutingarhættir innan føroysku fiskivinnuna. Bretska flogfelagið Flybe, sum ætlaði at flúgva til Føroya í 2017, er farið í gjaldsteðg. Felagið var so illa fyri fíggjarliga, at nú hevur coronavirusið gjørt av tað. Felagið gavst at flúgva í gjárkvøldið. Flybe var størsta regionala flogfelag í Evropa. Tað hevði okkurt um átta milliónir ferðafólk um árið. Bretsku myndugleikarnir vildu ikki hjálpa Flybe við at læna felagnum pengar. Tvørturímóti kravdi bretska skattavaldið, at felagið rindaði avgjøld, sum tað skyldaði. 2.000 fólk arbeiða hjá Flybe. Flybe boðaði frá í 2017, at felagið skuldi flúgva til Føroya fyri Loganair. Flybe skuldi flúgva fríggjadag og sunnudag frá 26. mai til eina ferð í september millum Aberdeen og Vágar. Men ætlanin varð av ongum, sum skilst, tí áhugin fyri leiðini var ikki nóg stórur. Og tað var eisini trupult at útvega ferðafólki hotellkamar í Føroyum, segðist. Flybe hevði annars fingið loyvi at flúgva til Føroya. Umhvørvisstovan fer kanska at bjóða út GPS tænastu. Millum annað byggivinnan brúkar GPS til at gera mátingar. Og nýtslan er vaksandi. Djóni Nolsøe Joensen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur spurt Helga Abrahamsen, landsstýrismann, hví tað skal kosta so nógv at brúka GPS. Enn er talan um ókeypis royndartíð. Men síðani er uppskot um, at tænastan kostar 1.000 krónur umframt meirvirðisgjald um mánaðin fyri hvønn brúkara. Djóni Nolsøe Joensen sigur, at fyritøkur í Føroyum hava brúkt GPS tænastu hjá privatum donskum veitara, sum ikki tók nógv fyri hana. Trolbátarnir hava ligið inni og bíðað eftir betri veðri. Trý garnaskip fiska svartkalva. Fiskiskapurin hjá teimum er heldur frægari nú. Tey avreiða síðst í vikuni. Óluva Hermansen hevur í nógv ár livað við tarmsjúku. Fyrstu sjúkueyðkennini vóru, at hon hevði ilt í búkinum og skuldi á vesi í heilum. Elin Henriksen, málkøn, sigur, at tað er onki galið við orðinum, tætt, í sjálvum sær, men tað ræður um at minnast til, at orðini hava ikki somu merking. Við illveðrinum fyrr í vikuni í huga fara vit eisini at viðgera munin millum brim og uppgang, eins og vit eisini hava fingið ein spurning um munin á at fara á flog og á fok. Nýggju upplýsingarnar í ritgerðini , sum týskir granskarar við lærda háskúlan í Greifswald hava gjørt, er grundað á kanningar av øðrum coronavirusum, men kann flytast yvir til COVID 19 virusið, sum nú gongur í meginpartinum av heiminum. Ritgerðin vísir millum annað, at coronavirus kann yvirliva á yvirflatum í upp til fimm dagar. Tað merkir, at um tú tekur í til dømis eitt hondtak kanst tú í ringasta føri verða smittað av virusinum, uttan at hava verið í samband við onnur fólk. Hetta virusið er betri útgjørt enn nógv onnur virus, og kann yvirliva longri uttan fyri kroppin, sigur svenski professarin, Niklas Arnberg, við Aftonbladet. Rebecca Cox, professari við kliniska instituttið á lærda háskúlanum í Bergen, sigur, at coronavirusið smittar so illa, tí eingin hevur immunitet móti virusinum. Eingin koppseting er og eingin viðgerð. Tí hevur gott hondreinføri so stóran týdning, og at tey, sum gerast sjúk, verða avbyrgd, sigur Cox við norska TV2. Professari á influensamiðstøðini á sjúkrahúsinum í Haukeland, Kristin Greve Isdahl Mohn, sigur við norska TV2, at týska ritgerðin vísir, at virusið livir í fleiri dagar á yvirflatum, men tað er treytað av, at tú ikki vaskar, og tað gera vit øll aktivt nú, sigur hon við norska TV2. Heilsumyndugleikarnir og Hotel Vágar hava gjørt avtalu um, at hotellið skal hýsa teimum, sum landslæknin ger av at avbyrgja í sambandi við, at coronavirus er staðfest í Føroyum. Hetta verður gjørt, til tess at byrgja fyri, at fleiri borgarar verða smittaðir, upplýsir Heilsumálaráðið. Á Hotel Vágum eru 25 kømur. B skattgjaldarar fáa ikki skattauppgerð sendandi, men teir skulu í staðin lata sjálvuppgávu inn. Síðani verður skattauppgerð gjørd. Lars Fodgaard Møller, landslækni, sigur, at eingin vandi er fyri smittuvanda á hotellinum, tí fólkini skulu vera inni í sínum kamari dag og nátt. Maturin hjá teimum verður settur uttan fyri kamarshurðina. Tey, sum skulu vera avbyrgd á Hotel Vágum, fara hagar klokkan eitt í dag. Á Hotel Vágum eru 25 kømur. Halda kvinnur seg aftur at stilla upp í politikki, tí orðavalið á sosialum miðlum og í almenna kjakinum móti kvinnum í politikki og leiðandi sessum er ov niðrandi Og hvat kann gerast fyri at tryggja eini betri javnstøðu millum kynini í politikki. Vit varpa ljós á støðuna, saman við Anniku Olsen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu, og Kristinu Háfoss, tingkvinnu fyri Tjóðveldi. Men hvussu ber tað til, at USA ger eina friðarlíknandi avtalu við Taliban, ið var ein av upprununum til, at USA byrjaði kríggið móti yvirgangi. Reiðarí, sum í dag eiga meira enn fimm prosent av uppsjóvarkvotunum, skulu ikki fáa burturav kvotunum til vinnuligar royndir og verkætlanir. Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sum samstundis víðkar royndar tíðarskeiðið úr trimum upp í fimm ár, umframt at landsstýrismaðurin skal hava heimild at gera royndarkvoturnar varandi. Grein 49 í lógini um sjófeingi verður nú broytt. Tað er henda greinin, sum gevur landsstýrismanninum heimild at lata kvotur av svartkjafti, norðhavssild og makreli til vinnuligar royndir og verkætlanir. Sambært Jacob Vestergaard, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, er samgongan nú samd um, at størstu uppsjóvarreiðaríini skulu ikki kunna søkja um hesar kvotur. Sambært einum yvirliti hjá Fiskimálaráðnum eiga reiðarí samtøkini hjá Christiani í Grótinum, Framherja og Varðanum meira enn fimm prosent av makrel , norðahavssilda og svartkjaftakvotunum. Eisini eigur reiðaríið Næraberg meira enn fimm prosent av svartkjaftakvotunum. Tilsamans er talan um 64.000 tons av uppsjóvarfiski 10.000 tons av makreli, 14.000 tons av norðhavssild og 40.000 tons av svartkjafti ið nú skulu latast sum vinnuligar royndir og verkætlanir. Tað verður landsstýrismaðurin einsamællur, við ráðgeving frá fyrisitingini í Fiskimálaráðnum, sum skal taka støðu til, hvør fær burturav. Sambært landsstýrismanninum verða broytingarnar í sjófeingislógini latnar løgtinginum við 17 undirskriftum, møguliga longu í næstu viku. Tá broytingarnar eru samtyktar í løgtinginum, verður kunngerðin at søkja eftir hesum kvotum lýst. Men tað fer at nærkast sumri, áðrenn málið er avgreitt og greitt er, hvør fær burturav, ásannar Jacob Vestergaard. Í 2019 vann besta mansliðið hjá KÍ føroyameistaraheitið í fótbólti fyri fyrstu ferð í 20 ár. Í sendingini verður hugt aftur á upp og niðurtúrar í kappingarárinum saman við venjara, liðskipara og spælarum. Við í sendingini eru Mikkjal Thomassen, Jákup B. Andreasen, Páll A. Klettskarð, Patrik Johannesen, Jóannes Bjartalíð, Jóannes K. Danielsen og Kristian Joensen. Framleiðsla RACLIP í samstarvi við fjepparafelagið, Bláa Bylgjan. H. G. Wells hevur skrivað nógvar kendar bøkur, sum eru gjørdar til filmar. Nú er enn ein útgáva av The Invisible Man gjørd. Tað er Leigh Whannell, sum hevur skrivað og leikstjórnað. Hann er mest kendur fyri Saw og Insidious filmarnar. Bretski filmsleikstjórin Guy Ritchie, gjørdist tað heilt stóra navnið í filmsheiminum síðst í 90unum við sínum cockney gangster filmum. Jim Carrey spælir ein barnasjónvarpsvertur í sorgarfullu og skemtiligu sendirøðini Kidding . Fyrsta sesong kom út á HBO í 2018 og varð væl móttikin, nú er onnur sesong klár á HBO. Jim Carrey er mest kendur fyri sínar skemtifilmar, men hann hevur sanniliga eisini fingið viðurkenning fyri sínar meiri álvarsligu leiklutir. At fólk, sum hava verið í sambandi við smittaða mannin, verða avbyrgd á Hotel Vágum, er ein partur av tilbúgvingini, nú corona smittan er staðfest í Føroyum. Vit hoyra søguna Birita gistir hjá Onnu. Sidsel Jøranlid skrivaði og Hjørdis Heindriksdóttir týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Nám góvu út í 2019. Lív Højsted Horsdal lesur og Dánjal Tavsen er tøkningur. Allar fýra vinkonurnar skulu gista hjá Onnu. Men Birita hevur ikki hug. Henni dámar ikki at gista hjá øðrum. Men tað kann hon ikki siga, tí so halda tær hana vera ein ræðuskít. Søgan er í trimum pørtum. Vit hoyra søguna Birita gistir hjá Onnu. Sidsel Jøranlid skrivaði og Hjørdis Heindriksdóttir týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Nám góvu út í 2019. Lív Højsted Horsdal lesur og Dánjal Tavsen er tøkningur. Allar fýra vinkonurnar skulu gista hjá Onnu. Men Birita hevur ikki hug. Henni dámar ikki at gista hjá øðrum. Men tað kann hon ikki siga, tí so halda tær hana vera ein ræðuskít. Søgan er í trimum pørtum. Meginreglan í lógini er, at støði verður tikið í tí einstaka, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna í almannamálum. Í lógini er ásett, at borgarin skal takast upp á ráð. Dentur verður lagdur á fyribyrgjandi táttin, og at veitingar og tænastur skulu virka og eggja til størri sjálvhjálpni. Hóast dagføringar eru gjørdar í fleiri umførum, er forsorgarlógin ikki tíðarhóskandi longur í einum framkomnum samfelagi, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir. Guy Ritchie vendir aftur til cockney gangster røturnar við krimi skemtifilminum The Gentlemen við Matthew McConaughey í høvuðsleiklutinum. At enda ummæla vit The Invisible Man , ein nýggj tulking av skaldsøguni hjá H.G. Wells, har Elisabeth Moss spælir høvuðsleiklutin. Frágreiðingin um bústaðarpolitikkin, sum ein arbeiðsbólkur hevur gjørt, verður handað landsstýriskvinnuni í bústaðarmálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, í morgin, og tá verður eisini skipað fyri tíðindafundi í Almannamálaráðnum. Umboð fyri Almannamálaráðið, Fíggjarmálaráðið, Bústaðir, privatar útleigufyritøkur, áhugafelagið Búgva, Vinnuhúsið, Kommunufelagið og fíggingarstovnarnar hava sitið í arbeiðsbólkinum. Regin Hammer hevur verið formaður í arbeiðsbólkinum. Ein afturvendandi spurningur í arbeiðnum hevur verið, hvussu almenna bústaðarfelagið Bústaðir skal javnsetast við privata vinnulívið. Eftir at arbeiðið var byrjað, varð eitt nýtt høvuðspunkt skoytt upp í arbeiðssetningin hjá arbeiðsbólkinum, sum fekk uppgávuna at koma við ítøkiligum uppskotum um, hvussu øll bústaðabygging kann verða javnsett í treytum, tað veri seg leigu , luta , eigarabústaðir og sethús harvið eisini almenn bygging, privat feløg og føroyskar familjur. Sambært innanhýsis skjølum í arbeiðsbólkinum er hetta nýggja høvuðspunktið orsøkin til, at arbeiðið ikki bleiv liðugt til tíðina, tað var hálvan januar. Ein fyribils frágreiðing frá bólkinum, sum kringvarpið fekk fatur í, vísti ítøkiligar ætlanir um, at Bústaðir skulu virka á vinnuligum grundarlagi, fyri at javnseta alment og privat. Tá eitt flogfar skuldi fara á flog í Vágum í gjár, loysnaði eitt petti av asfaltinum á vendiplássinum í øðrum endanum á flogbreytini. Starvsfólk, sum eru lønt eftir sáttmála á almenna arbeiðsmarknaðinum, skulu ikki stúra fyri lønarinntøkuni, hóast tey eru í sóttarhaldi orsakað av corona smittuni. Hvat gjørdu fólk fyrr, tá hættisligar smittusjúkur herjaðu Tað spyrja vit Elin Súsonnu Jacobsen, søgugranskara, sum hevur skrivað bókina Slóðir í heilsuverkssøguni . Um vikuskiftið bjóðar hann til serstaka málningaframsýning. Um eitt ár rundar hann tey 67. Í dag er hann okkara hósdagsgestur. Kári Svensson, listamálari, vitjar. Pætur M. Dahl, vertur í Hyggjuráðnum, heldur fram at práta við ummælarar í Depotinum í Kringvarpinum, eftir at sendingin er filmað. Friðaravtalan inniber, at USA og NATO tekur alla hermegina út úr Afghanistan innan 14 mánaðir, umframt at fangar hjá bæði taliban og afghansku stjórnini skulu latast leysir. At usa og taliban nú eru komin somikið ásamt um eina friðaravtalu er í sjálvum sær sermerkt, tí í tíðini eftir 11. september í 2001, var tað taliban sum var í kikaranum hjá amerikansku hermegini, tá syndabukkurin eftir álopini á World Trade Centre skuldi finnast. Al Queida yvirgangsfelagsskapurin við Osama Bin Laden á odda stóð handan flogrænara álopini, sum í so stóran mun hevur myndað eftirfylgjandi tíðina. Men Al Queida og taliban stýrið í Afghanistan stuðlaðu eisini hvør øðrum, og tí var mangan ikki gjørt stórvegis munur á teimum báðum. Halda kvinnur sær aftur at stilla upp í politikki, tí at orðavalið á sosialum miðlum og almenna kjaki móti kvinnum í politikki og leiðandi sessum er ov niðrandi Og um so er, hvat kann so gerast fyri at betra um støðuna. Anniku Olsen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu, og Kristinu Háfoss, tingkvinnu fyri Tjóðveldi, vóru gestir í útvarpsstovuni. Corona og búskapurin Nærum 100.000 fólk eru nú smittaði av Corona virus um allan heim og er sjúkan nú eisini staðfest í øllum Norðurlondum. Og fyri hvønn smittaða persón eru tað millum 20 30 persónar, ið verða sett í varðhald, í eini roynd at steðga sjúkuni at breiða seg. Men hvat ger tað við búskapin, tá ein slík sjúka breiðir seg um allan heim og hópatal av fólkum verða tikin av arbeiðsmarknaðinum. Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, og Djóni Højgaard, formaður í Búskaparráðnum, viðgjørdu støðuna. Friðaravtala Taliban og USA hava undirskrivað eina avtalu, ið inniber, at USA tekur seg úr Afganistan. Men hvussu ber tað til, at USA ger eina friðarlíknandi avtalu við Taliban, ið var ein av upprununum til, at USA byrjaði kríggið móti yvirgangi. Og hvørjar avleiðingar fær hetta fyri støðuna í Miðeystri Hetta eru nakrir av teimum spurningum, ið vit seta Regini Berg, stjórnmálafrøðingi. Samlaði kostnaðurin av Corona smittuni í Kina verður mettur at vera 300 400 milliardir dollarar ella 3.000 milliardir danskar krónir. Búskaparvøksturin í Kina minkar helst við meira enn tveimum prosentum, sigur Sigmundur Ísfeld, sendimaður í Kina. Í Danmark er metingin, at verður Corona ein sokallað pandemi minkar vøksturin úr 1,3 prosentum niður í 0,9 prosent og tað merkir eini 3.500 færri arbeiðspláss. Hvussu fer hetta at merkjast í Føroyum Vit tosa við Maritu Rasmussen, stjóra í Vinnuhúsinum og Djóna Højgaard, formann í Búskaparráðnum. Enn er bert tann eini føroyingurin, sum hevur fingið staðfest sjúkuna. Tey sjey fólkini, sum eru send vestur í Vágar verða avbyrgd á hvør sínum hotelkamari bæði dag og nátt komandi 14 dagarnar. Eitt av arbeiðspunktunum hevur verið, at Bústaðir skal arbeiða á vinnuligum grundarlagi. Aksel V. Johannesen mælir staðiliga frá, at tann ætlanin verdur framd. Eftir at fyrsti tilburðurin av corona virusi varð staðfestur í gjár, eru fleiri fólk kannað í dag, men øll úrslit eru negativ, sigur Heilsumálaráðið í tíðindaskrivi í kvøld. Landslæknin hevur avbyrgt tilsamans 15 fólk. Átta eru á Hotel Vágum, og hini sjey eru avbyrgd heima við hús, sigur Heilsumálaráðið. Sunnudagin 8. mars fara bóltarnir aftur á rull kring landið, tá fyrsta umfar í landskappingini í mansfótbólti er á skránni. Vit hita upp til kappingarárið við serfrøðingi, sum eisini fer at geva síni boð uppá, hvat vit skulu vænta av liðunum í bestu deildini. Námsferðirnar eru avlýstar, tí danska uttanríkisráðið broytti í gjárkvøldið tilráðingina um ferðing til Fraklands frá grønum stigi Vær opmærksom til gult stig Vær ekstra forsigtig . Enn eru fíggjarligu avleiðingarnar av avlýsingini ikki greiðar, sigur Glasir. Hesin spurningurin verður viðgjørdur komandi dagarnar. Føroysku tryggingarfeløgini halda seg til tilráðingarnar frá danska uttanríkisráðnum. Avboðstrygging tekur við, um uttanríkisráðið mælir frá ferðum til ferðamálið. Greitt er tó, at broytingin í tilráðingini hjá danska uttanríkisráðnum ikki er eitt beinleiðis frámæli. Tí taka vanligu avboðstrygginginarnar ikki við, sum er, sigur Glasir í tíðindaskrivi tíðliga í morgun. Ein flokkur í triðja ári á Glasi fór avstað á námsferð í gjár. Ferðin gekk, umvegis Keypmannahavn, til Lissabon í Portugal. Har er tilráðingin enn grøn. Hoyr eisini samrøðuna við Steinbjørn Hardlei, rektara á Glasir, sum útvarpið gjørdi við hann í tíðindunum klokkan sjey í morgun, her. Kunngerðin, sum sleppur pápum, sum eru í útbúgving uttanlands, undan at gjalda, tá konan ella unnustan eigur í Føroyum, er nú lýst, og hon virkar frá 1. august í fjør. Rósa Heinesen átti á Landssjúkrahúsinum í oktober í fjør. Sambært reglum frá 2009 kann kvinna, sum er í útbúgving uttanlands, føða í Føroyum ókeypis. Men vildi ein pápi, sum er í útbúgving uttanlands, at barn hansara skuldi føðast í Føroyum, varð kravt gjald fyri ta tænastuna, um mamman ikki eisini var lesandi. Hendan støðan kom undan kavi í oktober í fjør. Niels Rødgaard og Rósa Heinesen, sum búgva í Danmark, har hann er í útbúgving, men ikki hon, fingu at vita, at tey skuldu gjalda fyri at eiga sonin Rana í Føroyum. Tey vóru í skundi komin til Føroya fyri at vera saman við mammu Niels, sum hevði krabbamein og lá til tað síðsta. Men nú er kunngerðin broytt, og broytingin kom í gildi 1. august í fjør. Seint í gjárkvøldið kundu føroysku heildumyndugleikarnir staðfesta, at enn ein føroyingur hevur fingið COVID 19 smittuna eisini rópt coronavirus. Talan er um eitt fólk, sum hevur verið í Norðuritalia. Smittaða fólkið er í løtuni avbyrgt heima við hús, upplýsir Heilsumálaráðið í tíðindaskrivi í morgun. Landslæknin er farin í gongd við at kanna nærri, hvørji fólk smittaði føroyingurin hevur verið í samband við. Kanningin fer at avgera, hvørji onnur fólk skulu avbyrgjast. Fyrsti corona tilburðurin í Føroyum varð staðfestur mikudagin, tá ein maður, sum hevði verið í París á ráðstevnu, fekk staðfest coronavirusið. Maðurin er nú í sóttarhaldi heima við hús, men áðrenn maðurin fekk staðfest coronavirus, hevur hann verið til arbeiðis, og børnini hava verið í barnagarði og skúla. Í løtuni sita 15 aðrir føroyingar eisini avbyrgdir. Átta fólk eru á Hotel Vágum, og sjey onnur fólk eru í sóttarhaldi heima við hús, upplýstu heilsumyndugleikarnir í gjár. Stóri framløgudagurin er í løgtingnum er í dag. Seinasta freist at leggja fram uppskot, sum skulu viðgerast í hesari tingsetuni, er í dag, og okkurt um 50 mál skulu leggjast fram. Til ber tó at koma við uppskotum seinni, men tá krevst, at í minsta lagi 17 tingfólk skriva undir, at uppskotið verður lagt fram. Landsstýrið hevur nøkur slík mál um fiskivinnuna. Løgtingið fer eisini í dag at velja grein 25 nevndina, sum skal viðgera uppskotnu broytingarnar í stýriskipanini. Málini, sum verða løgd fram í dag, fáa fyrstu viðgerð næstu vikurnar. Í næstu viku verða tingfundir mikudag, hósdag og fríggjadag, og í aðru viku verða tingfundir hvønn dag. Tingfundurin í dag er klokkan 11. Í Íslandi er sama tilbúgving sum í Føroyum, nú ferðafólkaskipið Magellan kemur hendanvegin. Við skipinum eru 1.452 ferðafólk og manningin telur 660. Skiparin skal senda myndugleikunum nágreiniliga frágreiðing um heilsustøðuna umborð. Tað segði Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, í gjár. Magellan kemur úr Onglandi. Skipið kemur á Havnina í morgin ári klokkan sjey, og fer til Reykjavíkar í annaðkvøld klokkan sjey. Hagar kemur tað mánamorgunin. Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at føroyskir myndugleikar hava ikki heimild til at nokta ferðafólkum at koma í land, um eingi sjúkutekin um corona eru staðfest umborð. Nú er staðfest, at ein føroyingur aftrat er smittaður við koronuvirusinum. Talan er um eina kvinnu, sum hevur verið í Norðuritalia, og hon er í løtuni avbyrgd heima við hús. Tá kvinnan var komin heimaftur mikudagin, vendi hon sær til kommunulæknan. Læknin svaraði, at hon skuldi bera seg at sum vanligt, hóast hon júst var komin úr Norðuritalia, har nógvir tilburðir av COVID 19 eru staðfestir seinastu tíðina. Kvinnan góðtók ikki svarið, og ringdi síðani til Læknavaktina, men fekk sama svar haðani. Kvinnan sigur, at læknavaktin vildi ikki kanna hana, hóast hon kendi sjúka. Kvinnan vildi framvegis ikki góðtaka svarið frá læknunum, og í gjár vendi hon sær fyri triðju ferð til kommunulækna. Tá varð hon kannað, og í gjárkvøldið varð staðfest, at hon er smittað við COVID 19. Landslæknin er farin at kanna, hvønn smittaða kvinnan hevur havt samband við, og síðani verður støða tikin til, um fólk skulu avbyrgjast. Sum kommuna vilja vit gera tað, vit kunnu, fyri at nøkta tørvin hjá fólki at fáa okkurt at búgva í, sigur Dennis Holm, borgarstjóri. Men útvarpið og hinir miðlarnir halda seg eisini hava skyldu at veita borgarunum tænastur, tá veðrið er ringt ella aðrar hendingar ávirka gerandisdagin. Men heilsutilbúgvingin liggur einsamøll hjá heilsumyndugleikunum. So kunnu miðlarnir sjálvir velja og vraka millum hvørjar upplýsingar teir velja at bera víðari. Sveinur Tróndarson verður nýggjur blaðstjóri á Dimmalætting. Gestir Andras Marr Poulsen, samskipar av Tilbúgving Føroya, Georg L. Petersen, tíðindaleiðari KvF, Eirikur Lindenskov, blaðstjóri Sosialurin og Sveinur Tróndarsson, nýggjur blaðstjóri á Dimmalætting. Við tøknipultin Øssur Egholm Lagt til rættis Øssur Winthereig Poul Michelsen hevur hildið sína seinastu røðu sum løgtingsmaður. Hann hevur verið í kommunal og landspolitikki í tilsamans 30 ár. Hasfjord, sum skal flyta tungan farm í Skopunarfirði, kom til Føroya 20.februar. Nakrar royndir eru gjørdar við skipinum, men Hasfjord liggur enn í Havn. Tá skipið skal snara um seg sjálvt bæði í Skopun og á Gomlurætt krevst, at róðrið virkar skjótari enn tað ger nú.Tað arbeiðið skal Mest gera. Landsdysturin millum Føroyar og Danmark verður spældur uttan áskoðarar. Tað hevur danska fótbóltssambandið avgjørt, eftir at danska stjórnin fyrrapartin kom við nýggjum corona tilmælum, sum fráráða tiltøkum, har meir enn 1000 fólk savnast. Føroyska Fótbóltssambandið, DBU og UEFA hava tosað saman, og fyribils er avgjørt, at dysturin skal spælast, tí eingin møguleiki er fyri at flyta dystin. Men endalig avgerð er ikki tikin, og hon verður tikin einaferð næstu vikurnar, skrivar DBU. Umleið 6000 fólk hava keypt atgongumerki til dystin, og tey fáa pengarnar aftur. Í nevndini eru Jógvan á Lakjuni í Fólkaflokkinum, Ingilín Didriksen Strøm í Javnaðarflokkinum, Frimodt Rasmussen í Sambandsflokkinum, Hervør Pálsdóttir í Tjóðveldi, Bill Justinussen í Miðflokkinum, Bjarni Kárason Petersen í Frmsókn og Kristin Michelsen í Sjávstýri. Varafólk eru Christian Andreasen, Aksel V. Johannesen, Erhard Joensen, Høgni Hoydal, Steffan Klein Poulsen, Poul Michelsen, sum tó legði frá sær sum tingmaður í dag, og Magnus Rasmussen í Sambandsflokkinum er varamaður hjá Sjálvstýri, tí tann flokkurin hevur bara eitt tingfólk. Nevndir, sum verða settar eftir grein 25 í tingskipanini, sita, til nevndin hevur avgreitt setning sín, og í longsta lagi, til tingsetan endar á ólavsøku. Orðið maður í stýriskipanarlógini skal broytast til fólk. Løgtingsmaður skal verða løgtingsfólk til dømis. Og embætismaður skal eita embætisfólk. Tingkvinnurnar, Ingilín Strøm í Javnaðarflokkinum og Hervør Pálsdóttir í Tjóðveldi, mæla til at broyta stýriskipanarlógina hesum víðvíkjandi. Ruth Vang er nýggj forkvinna í flokkinum. Hon sigur, at Poul Michelsen hevur altíð verið ein fyrimynd, og hugsjónarliga fer Framsókn at halda fram á somu kós sum higartil. Í ár fara tey at viðgera spurningar, sum hava týdning fyri menn og kvinnur, familjur og arbeiðsmarknað, skúlar og stovnar spurningar um uppaling, ábyrgd og ávirkan. Kvøldið byrjar við, at Ivonna Johansen, granskari, hyggur eftir námsfrøðini handan normar og kyn og greinar hesar fyri okkum og setur í perspektiv, hvussu vit verða ávirkaði samfelagsliga. Síðani vera tvey ymisk sofakjak, har serfrøðingar lýsa og skifta orð um, hvussu aktuella avbjóðingin ávirkar okkum og evt. kann loysast. Orðstýrarin, hetta kvøldið, verður Katrin Petersen. Ein flokkur á 3. ári og allir flokkar á 2. ári á gymnasialum miðnámi á Glasi skuldu eftir ætlan flúgva til París fyrrapartin í dag. Við lærarum taldi ferðaliðið um 300 fólk. Uttanríkis og mentamálaráðið mælir skúlum og ítróttarfeløgum, sum skulu ferðast, um at halda seg til ferðatilráðingarnar hjá danska uttanríkisráðnum. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna, við ábyrgd av bústaðarmálum, dugir ikki at siga enn, hvat úrslitið av tí politiska arbeiðnum verður. Tað sigur Elin Hentze, forkvinna í áhugafelagnum Búgva, sum eisini hevur verið umboðað í arbeiðsbólkinum, ið hevur gjørt frágreiðing um bústaðarpolitisk átøk Vivian Sjóðklett, sum er mamma kvinnuna, er ikki nøgd við, at læknar í tveimum umførum søgdu, at tað ikki var neyðugt at kanna dóttrina, sum júst var komin aftur úr Norðuritalia. Dóttirin er avbyrgd í løtuni. Hon hevur sjúkutekin, sum minna um beinkrím, men alt veit væl við hjá henni. Familjan hjá smittaðu kvinnuni skal eisini vera við hús næstu 14 dagarnar. Løgreglan skal millum annað hjálpa at finna fram til tey fólkini, ið hava verið í sambandi við kvinnuna, sum í morgun varð staðfest at hava corona smittu. Vanliga starvast landslæknin og tvær skrivstovukvinnur á stovninum. Men nú coronavirusið er komið til Føroya, er neyðugt við fleiri starvsfólkum. Eisini í Heilsumálaráðnum hava tey sett er bólk við serkønum fólkum á odda at taka sær av støðuni. Sambært Landslæknanum, stendur Bjarni á Steig, yvirlækni, fyri hesum bólkinum. Á tíðindafundinum verða Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, Michael Boolsen, fúti, og Lars Fodgaard Møller, landslækni. Í dag klokkan 16 varð altjóða bridgefestivalur settur á Hotel Føroyum. Tiltakið er ein kapping, har 140 luttakarar úr 6 ymsum londum luttaka. Jákup Sørensen er ein av fyriskipariúnum. Vikuskiftissendingin hitti hann stutt áðrenn festivalurin varð settur Jákup Sumberg, kokkur, sum í seinastuni er kendur fyri at borðreiða við burgarum í náttarlívinum, skal verða køksleiðari í nýggja Hotel Hilton Garden Inn. Vikuskiftissendingin var á gátt í hotellinum, sum enn er eit byggipláss. Hoyr Jákup greiða frá innrættingini av køkinum, og hvat verður á matskránni í nýggju matstovuni, tá hotellið verður klárt at taka í brúk Í dag, fríggjadag klokkan 16, lat Várframsýningin í Listasavni Føroya upp. Tað er felagið Føroysk Myndlistafólk, sum á hvørjum ári skipar fyri framsýningini. Tað serliga í ár, er, at tað eru 30 ár síðani, framsýningin var fyrstu ferð. Vikuskiftissendingin hitti Ludvík á Brekku, ein av fyriskiparunum av framsýningini, beint áðrenn ferniseringina. Umframt at vera fyriskipari, hevur Ludvík sjálvur nøkur listaverk við á framsýningini eins og hinir limirnir í felagnum Stýrið fyri FMA heldur ikki, at tað er ráðiligt at hava tiltakið, sum ætlandi fór at savna oman fyri 400 fólk. Tí verður einki tiltak í Norðurlandahúsinum. Myndugleikarnir siga, at tað ikki er ráðiligt at savna 500 fólk til tiltøk. Og so mæla teir til, at stovnar og fyriskiparar av tiltøkum taka ábyrgdarfullar avgerðir. Tað harmar okkum almikið, at vit ikki kunnu gera tiltakið sum ætlað. Nú royna vit at bera so í bandi, at vit hava eina sending í annaðkvøld, har vit kunngera, hvør hevur vunnið ymsu virðislønirnar, sigur Rólant Waag Dam, samskipari av FMA. Hvussu FMA kemur at síggja út í annaðkvøld, verður kunnað um seinni. Greitt er tó, at tað verður uttan áhoyrarar og beinleiðis framførslur í Norðurlandahúsinum. Tórshavnar Havn upplýsir, at ferðamannaskipið í gjár sendi eina váttan fyri, at eingin umborð hevur nakra smittuberandi sjúku. Hetta er vanlig mannagongd, hvørja ferð ferðamannaskip koma til landið. Eftir tilmæli frá heilsumyndugleikunum í gjár, ið segði, at almenn tiltøk, ið savna fleiri enn 500 fólk verða frámæld, hevur ÍSF sent út eitt skriv, har tey heita á øll ítróttarsambond og ítróttarfeløg um at taka tilmæli til sín. Tað hava tey eisini gjørt, tí Fótbóltssambandið hevur gjørt av, at næstu tvær vikurnar verða allir dystir í bestu deildini hjá monnum uttan áskoðarar og sama verður galdandi fyri venjingardystin hjá kvinnulandsliðnum móti Estlandi í Havn mánadagin. Hondbóltssambandið hevur eisini heitt á hondbóltsfeløgini um at taka tilmæli frá heilsumyndugleikunum til sín. Tey siga, at tað eru fáir hondbóltsdystir, sum savna 500 fólk, men heitt verður á feløgini um at verða fyrivarin og at taka øll møgulig fyrilit viðvíkjandi reinføri á støðum, har dystir verða spældir. Ein flogbóltskapping fyri børn, sum skuldi verða í Kollafirði í dag og í gjár, er eisini avlýst vegna tilmæli frá heilsumyndugleikunum. Bárður sigur frá sínum musiska lívi og hvussu kristna áskoðanin litar hansara lív. Tí eitt er, at alt forgongur og ferst, men tað er nú vit skulu liva dýrabæra lívið, tað er nú dansurin skal dansast. Og so hjá tí, sum trýr bíðar ævinleikin . Tað kom fram á tíðindafundinum í heilsumálaráðnum í gjár, tá myndugleikarnir komu við eini tilráðing um tiltøk, ið skulu forða fyri, at fleiri verða smittað við coronavirusinum COVID 19. Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, helt tilbúgvingina vera eina byrjan til eitt Heilsustýri. Kaj Leo Holm Johannnesen, sigur í dag, at landsstýrið ikki í løtuni arbeiðir við einum heilsustýri ella yvirtøku av landslæknaembætinum. Og hann er heldur ikki av tí fatan, at arbeiðið skal setast ígongd, meðan COVID 19 herjar. Hann sigur tó, at hann metir tilbúgvingina sum eina verkætlan, hvussu tað ber til at skipa eitt Heilsustýri, tá sjógvarnir einaferð hava lagt seg. Hetta kann verða partur av eftirmetingini, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, sum fegnast um at hava læknafakligu ráðgevingina so nær at sær. Hendir tað, at eitt føroyskt heilsustýri verður sett á stovn, so hvørvur landslæknaembætið. Tað merkir so eisini, at landslæknaembætið sum myndugleiki verður yvirtikið ella strikað. Undanfarna samgonga arbeiddi við hesum, uttan tó at koma á mál. Í gjár kom fram, at enn ein føroyingur var raktur av smittuni, og í tí sambandi vórðu fólk, sum viðkomandi hevði verið í samband við, kannaði. Allan seinnapartin koma tónleikarar í Norðurlandahúsið at framføra tað, tey skuldu spæla í kvøld. Hetta verður tikið upp og síðani víst í sendingini. Vit eru ómetaliga takksom fyri, at tónleikararnir taka so væl ímóti loysnini, sum vit nú royna. Hetta var ikki tað, vit ætlaðu, men tá tað ikki fær verið øðrvísi, so eru vit fegin um, at tey, sum hava við tiltakið at gera, eru so lagalig, sigur Rólant Waag Dam, samskipari av FMA. Sjálv sendingin verður beinleiðis í Norðurlandahúsinum, har vinnararnir verða kunngjørdir, og prát verður við ymiskar tónleikarar, umframt at framførslurnar fyrr í dag, eisini verða vístar. 4. mars fekk Gist og Vist, sum millum annað eigur Koks og Hotel Føroyar, nýggjan partaeigara. Tað er partafelagið Christian í Grótinum í Klaksvík, sum fyri 15 milliónir krónur keypti seg inn í felagið, og í dag eigur 9 prosent av partapeninginum. Nýggi eigarin fær eisini møguleika at seta meira í felagið í næstum, so P f Christian í Grótinum fer at eiga 21 prosent í Gist og Vist. Gist og Vist eigur umframt Hotel Føroyar og Koks eisini fleiri matstovur ymsastaðir í Havn, millum annað í Gongini í Havn, umframt Hotel Tórshavn, sum er gamla Sjómansheimið. Tað hotellið skal byggjast út til 122 kømur. Hotel Føroyar sjálvt er eisini bygt út frá 129 til 200 kømur. Farið verður eisini undir at byggja nýtt hotell við nýggja miðbýarøkið í Klaksvík við 80 kømrum. P f Christian í Grótinum fer at eiga ein fimting av partapeninginum í tí hotellinum, sum Gist og Vist skal reka. Gongur alt sum ætlað við tí hotellætlanini, so letur tað upp í 2023. Í dag kom fyrsta ferðamannaskipið í ár til Føroyar, tá Magellan kom á Kollafjørð. Men nógv fleiri hava boðað frá síni komu næstu mánaðirnar. Meðan føroysku myndugleikarnir hava mælt til, at tiltøk við fleiri enn 500 fólkum skulu avlýsast ella verða uttan áskoðarar, so eru ongar aðrar tilráðingar annað enn at ansa eftir hvørjum øðrum. Samstundis koma fleiri stór ferðamannaskip til landið, uttan at nøkur átøk eru sett í verk. Skipini skulu boða frá, um nakar umborð hevur smittberandi sjúku, men tað var eisini galdandi áðrenn nakað Corona virus varð staðfest. Magellan, sum kom á Kollafjørð í morgun, hevði 1.154 ferðafólk, sum nógv fóru til Havnar við bussum. Har var so mikið stórur ótti, at millum annað handilin Marjun Heimá lat aftur. Í summar koma ferðamannaskip til Føroyar samanlagt 66 ferðir 53 í Havn, 5 í Klaksvík og 8 í Runavík. Hetta er sambært seinastu listunum hjá havnamyndugleikunum, men fleiri kunnu koma. Michael Boolsen, fúti, sigur at tilbúgvingin í Føroyum hevur sent sítt tilmæli út og annnars fylgir leiðbeiningunum úr Danmark. Enn eru ongar ætlanir fyri serstøkum átøkum í mun til ferðamannaskip. 1. Ingi Poulsen Kostbar 1.883 atkvøður 2. Jens Marni Hansen Lukkan er ei gullið 1.322 atkvøður 3. Ester Kristiansen Fívil 825 atkvøður 4. Beinir Drowning In a Melody 560 atkvøður 5. Hamradun Jallgrímskvæði 548 atkvøður 6. Anton Liljedahl Alt kann broytast 456 atkvøður 7. Flowin When I Was a Kid 451 atkvøður 8. Herborg Torkilsdóttir Lalala 365 atkvøður 9. John Tróndheim Never Lose Again 352 atkvøður 10. Raske drenge Sigmundskvæði yngra 325 atkvøður Starvsnevndin hjá FSF avgjørdi í gjár, at dystirnir í bestu mansdeildini skuldu spælast uttan áskoðarar, orsakað av smittuvanda. Men nú hevur starvsnevndin eftirmett ta avgerðina og í staðin gjørt av at útseta fyrsta umfar til sunnudagin 15. mars. Sostatt verður ongin fótbóltur á skránni í bestu mansdeildini í morgin, og av somu orsøk, verður útvarpssendingin Bólturin eisini tikin av skránni. Tór Arni Samuelsen og Jóhan Petur Johannesen frá útvarpsstøðini Lindini kappast móti skipasmiðjustjórunum Mouritz Mohr frá MEST og Frimodt Rasmussen frá KSS. Tú kanst hoyra sendingina her Italski forsætisráðharrin, Giuseppe Conte, hevur í nátt undirskrivað eina fyriskipan, sum í veruleikanum merkir, at 15 milliónir italienar verða settir í sóttarhald. Hetta er ein fjórðingur av øllum íbúgvunum í Italia. Hetta er ógvsligasta tiltak í samband við corona smittuna, ið er framt aðrastaðir enn í Kina, síðani smittan tók seg upp í Wuhan landslutinum í Kina í desember. Fyriskipanin hjá italsku stjórnini merkir, at borgarar ikki hava loyvi at flyta seg út úr stongdu økjunum, og tey hava heldur ikki loyvi til at flyta seg millum stongdu økini. Hetta merkir eisini, at tað ikki longur ber til at ferðast til Norðuritalia. Bert fólk við serligum loyvi frá italsku mynduleikunum grundað á arbeiði ella heilsu, sleppa inn í Norðuritalia. Italia er tað landið í Evropa, ið er harðast rakt av corona smittuni. Tilsamans eru 5.883 fólk staðfest at hava smittuna, harav 589 eru vorðin frísk aftur. 233 fólk eru deyð av corona smittuni í Italia, sambær eini uppgerð frá Johns Hopkins University. Avgerðin er grundað á tilmælið frá heilsumyndugleikunum, um at tað ikki skulu haldast tiltøk, har fleiri enn 500 fólk eru til staðar. Sostatt vera ongi møti í Betesta í dag. Uttanríkis og mentamálaráðið boðar á heimasíðu sínari frá, at føroyingar, sum eru staddir uttanlands og hava spurningar viðvíkjandi corona, eru vælkomnir at venda sær til Uttanríkis og mentamálaráðið á telefon 30 65 00. Men tá ringt varð á nummarið fyrr í dag, var svarið, at telefonin svarar gerandisdagar frá 9 til 15. Kirkjufólk í kirkjunum kring landið upplivdu í morgun, at prestur ikki tók í hondina á fólki eftir guðstænastuna, sum annars er gomul siðvenja. Jógvan Fríðriksson, biskupur, hevur nevniliga sent eitt skriv til allar prestar, um ikki at taka í hondina á kirkjufólkinum, fyri at verja tey eldru fyri smittu. Nú coronasmittan er staðfest í Føroyum, mælir undirritaði prestunum til ikki at taka í hondina á kirkjufólkinum alla ta tíð, ið smittan ger um seg. Vit mega taka serstøk atlit at okkara eldru og viðskiftafólkum sum heild, skivar biskupur í brævi til prestarnar. Í sendingini síggja vit óteljandi smá undur, sum halda kroppin livandi. Vit eru á ferð runt í kroppinum við blóðstreyminum, millum annað gjøgnum pumpandi hjartað og út í størsta yrkisgagnið húðina. Tvey fólk hava fingið staðfest virusið, og 33 fólk eru avbyrgd. Nógv tey flestu eru avbyrgd heima við hús, meðan níggju teirra halda til á Hotel Vágum. Tey níggju fólkini á Hotel Vágum eru øll væl fyri, og hava javnan samband við Bjarna á Steig, yvirlækna, sum umboðar Heilsumálaráðið. Tað heldur í øllum førum Ingilín Didriksen Strøm, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, sum hevur lagt uppskot fyri løgtingið um júst hetta. Uppskotið verður viðgjørt, tá Rættarnevndin hevur fund nú klokkan 10. Í viðmerkingunum til uppskotið skrivar Ingilín Didriksen Strøm, tingkvinna, at milliónir av tonsi av plasti hvør ár enda í havinum. Plastburturkastið, sum endar í náttúruni, er til stóran skaða fyri umhvørvi, djór og menniskju, og at tað tekur náttúruini fleiri hundrað ár at bróta niður plast. Forsøgnirnar vísa, at um okkurt ikki verður gjørt fyri at steðga hesum, so verður nøgdin nøgdin av plasti í havinum størri enn nøgdin av fiski í 2050. Hetta er ein stórur trupulleiki fyri eina fiskivinnutjóð sum Føroyar, heldur Ingilín Didriksen Strøm, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin. Hon heldur, at tað er upplagt at banna einnýtisplasti, tí tað er í tráð við ætlanina um eitt burðardyggari samfelag, sum øll tykjast vera samd um politiskt. Fyrsti grønlendingurin er nú smittaður við COVID 19 coronavirusinum. Talan er um Nuunu Chemnitz Berthelsen, sum er yrkis skíðrennari og býr í Italia. Tað skrivar grønlendska kringvarpið, KNR, á heimasíðuni. Nuunu Berthelsen situr nú í sóttarhaldi í einum hotelkamari í Norðuritalia, har hon hevur búð seinastu trý árini. Grønlendski skíðrennarin sigur við KNR, at hon hevur verið sjúk í eina viku, men at hon helt ikki, at tað var coronavirusið, tí hon hevði ikki tey sjúkueyðkenni, sum COVID 19 eftir øllum at døma skal geva. Italia er tað landið í Evropa, sum er harðast rakt av corona virusinum. 133 fólk doyðu av corona smittuni í Italia í eitt samdøgur. Leygardagin var talið av deyðum 233, men í gjárkvøldið kundu heilsumyndugleikarnir í Italia staðfesta, at talið av deyðum var komið upp á 366. Samstundis vaks talið av smittaðum eisini við næstan 1.500 fólkum hetta sama samdøgrið. Talið av teimum, sum eru smittað av COVID 19, var sunnukvøldið komið upp á 7.375 fólk. Burtursæð frá Kina er Italia tað landið, har flest eru deyð av corona smittunni. Nuunu Berthelsen ætlar sær í øllum førum ikki aftur til Grønlands, fyrr enn hon er vís í, at hon er frísk. Eingin, sum býr í Grønlandi, hevur enn fingið staðfest COVID 19, men tvær grønlendskar familjur, sum hava verið og ferðast í Norðuritalia, sita í løtuni í sjálvbodnum sóttarhaldi í Nuuk. Partabrøvini á marknaðunum í Asia fullu nógv í morgun. Orsøkin er coronavirusið, og at prísurin á olju eisini lækkaði nógv, skrivar Reuters. Saudiarabia gjørdi um vikuskiftið av at lækka sín almenna oljuprís. Tað varð gjørt, eftir at semja ikki fekst við Russland um at minka um søluna av olju, tí eftirspurningurin er minkaður munandi, síðani coronavirusið fór at gera um seg. Í eini frágreiðing sigur ST, at búskapargongdin kring heimin er viknað av coronavorusinum, og 5.000 fyritøkur sum eru skrásettar á partabrævamarknaðinum, hava boaðað frá, at teirra meting nú er níggju prosent verri fyri árið, skrivar Ritzau. Neistin vann sín fyrsta sigur á VÍF í hesin kappingarárinum. Lunnar vórðu lagdir undir sigurin í fyrra hálvleiki, har serliga Marjun Danberg gekk undan. Millum profilarnar á liðnum eru systrarnar Ansy Jakobsen og Heidi Sevdal, sum nú aftur kunnu umboða barndómsfelagið í bestu kvinnudeildini. Landsfelag Pensjónista stendur fyri verkætlanini, sum verður gjørd í samstarvi við Mariu Skaalum Petersen, ph.d., lektara og leiðara fyri Deplinum fyri Heilsu og Almannagransking. Landsfelag Pensjónista sigur um verkætlanina, at tað verður ofta tosað um, hvussu støðan er hjá pensjónistum, men tørvur er á vitan og neyvari ábendingum um, hvussu umstøðurnar hjá teimum eldru veruliga eru. Fyri at sleppa undan bara at halda og gita, hvussu støðan er hjá teimum eldru 75 , hevur Landsfelagið heitt á Gallup Føroyar og Mariu Skaalum Petersen, granskara, um at gera hesa kanning saman við Landsfelagnum. Vitanin skal brúkast til at skipa tey átøk, sum Landsfelag Pensjónista arbeiðir fyri, eitt nú tilboð til at betra heilsustøðuna, hóskandi bústaðarúrval og flutningstænastur. Landsfelag Pensjónista vísir á, at sum málgagn fyri pensjónistar hevur felagið tørv á hesi vitan sum amboð í samskifti við landsmyndugleikarnar, kommunurnar og so framvegis. Skipið verður nútímansgjørt, men vit leggja okkum eftir at varðveita so nógv av tí gamla, sum gjørligt, sigur stjórin, tí Norðlýsið hevur stórt kensluvirðið. Síðan 2016 hevur Bogi Krossteig miðvíst arbeitt fram ímóti at gera eitt kavarasentur í Havn, so hann kann taka fólk við út at uppliva goymdu føroysku náttúruna undir vatnskorpuni. Hann sær eisini stórar møguleikar í øktu ferðavinnuni. Sjálvur hevur Bogi kavað nógv runt í heiminum millum annað í holum í Mexico, Florida og suður Franklandi, niður á ein kavbát frá seinna heimsbardaga út fyri Malta og koral rev í Reyða havinum. Tað er ikki bara tann vanligi fótbólturin, sum vit kenna hann, ið møguleiki verður at íðka í 07 Vesturi. Sum nakað nýtt fer fótbóltsfelagið nú undir at bjóða út e ítrótt. Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sum hevur savnað landsstýrið og embætisfólk við Gjógv í tveir dagar í sambandi við fíggjarkarmarnar. Dysturin verður spældur uttan áskoðarar á Tórsvølli, sum fylgja av tilráðingum frá heilsumyndugleikunum, men til ber at síggja dystin á heimasíðu okkara, umvegis leinkið her. Eisini er stórur vandi fyri, at heilsuverkið, heimatænastur og røktarheim kring landið verða løgd lamin, um smittan verður breidd út, har nógvir sjúkrarøktarfrøðingar eru . Frítíðarheimið á Runnerydsskúlanum leitaði sær hjálp hjá einum málstuðli. Soleiðis kundu tey loysa misskiljingar og ósemjur í samband við, at nógvir nýggir næmingar komu. Vit hitta eisini ein barnasálarfrøðing. Í Snipp snapp eru teknifilmar, ið eru ætlaðir smáum børnum. Hesaferð eru teknirøðirnar Sára og Dunna, Elias og L fyri lomb. Snipp snapp er hvørt mikukvøld, hóskvøld, leygarkvøld og sunnumorgnar. Símun Samuelsen og Oddbjørn Joensen umrøða venjara leiklutin hjá m.a Pep Guardiola í City. Og so var hetta eisini vikan tá Betri deildin IKKI byrjaði Tað sigur Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommnu, sum finst hvassliga at formanninum í Kommunufelagnum fyri at samráðast við landsmyndugleikarnar, uttan at hoyra kommunurnar fyrst. Amanda noktar at góðtaka, at maður hennara skal hava roynt at renna á ein løgreglumann, og at tað var orsøkin til, at hann varð skotin til deyðis eftir ógvisliga biljagstran gjøgnum rebro. Hóast talan er um eitt stig rætta vegin, so hevur ætlaða borgarastýrda stuðulstænastan ov nógvar avmarkingar við sær, sigur forkvinnan í MEGD, Tóra við Keld. Rumbul hevur verið innanhýsis í Alternativet, og fleiri hava sett spurnartekin við leiðslustílin hjá nýggju forkvinnuni, Josefine Foch, sum millum annað er løgd undir at taka í starvsfólk hjá flokkinum og rista tey. 16 virðislønahandanir. Glaðir vinnarar á pallinum og videoheilsanir frá teimum, sum vóru uttanlands. 11 tónleikaframførslur. Okkurt orkumikið og annað inniligt. Handritið til FMA 2020 líktist handritunum undanfarin ár. Men tá framleiðararnir kliptu myndir av einum gapandi tómum sali í sendingina sást, at FMA 2020 var ólíkt øllum teimum undanfarnu tiltøkunum av sama slagi. Fyriskipararnir høvdu avrátt, at tiltakið skuldi vera uttan áhoyrarar, framførslurnar vórðu bandaðar fyrr um dagin og so lítið av fólki sum til ber var savnað samstundis. Fýra bólkar ella einstaklingar fingu tvær virðislønir. Jasmin varð kosin Ársins kvinnuligi sangari og hevði gjørt Ársins útgávu, I know it s over, í flokkinum fyri ropp og rokk. Kostbar hjá Inga Poulsen varð kosin ársins sangur í sama flokki, umframt at hann fekk flestar atkvøður í kappingini um Áhoyraravirðislønina. Janus Rasmussen fekk eisini tvær viriðslønir, Ársins sangari ella einleikari og Ársins framleiðari. Og so fekk Afenginn eisini tvær virðislønir, eina fyri Ársins útgávu, Klingra eitur hon, og eina fyri Ársins tekst av sama navni. Kristian Blak fekk Ársins tónleikaheiður, Marius DC gjørdist Ársins nýggja navn og soleiðis vórðu tær 16 virðislønirnar býttar millum 12 ymiskar vinnarar tilsamans. Tey, sum framførdu á FMA 2020, vóru hesi Funksjón Marius DC Ernst Remmel og Rasmus Vigant Samuelsen Stanley Samuelsen Hamradun Ingi Poulsen Reality Bytes Flowin Fróði Hansen Lyon Joe og The Shitboys Tað sigur Bjørk Sjóðklett, sum varð smittað við COVID 19 koronuvirusinum í Norðuritalia, og í løtuni situr í sóttarhaldi á Hotel Vágum. Bjørk Sjóðklett fór av landinum fríggjadagin 28. februar og kom aftur týsdagin 3. mars. Hon harmast um, at hon av óvart er komin til at taka koronuvirusið við til Føroya. Nýggi, elektroniski festivalurin, Bjørk Sjóðklett, fyriskipar, eitur The Fairy Island Festival. Tað ber til at lesa meira um festivalin á Facebook vanganum hjá festivalinum. Almenna tilmælið um, at tiltøk, har 500 fólk ella fleiri savnast, verða avlýst ella útsett, er ásett eftir trýstinum, sum heilsuverkið klárar. Tað er ov stórt inntriv at steingja skúlar, stovnar og arbeiðspláss. Almenna tilmællið er fyribils galdandi í 14 dagar, og tað verður eftirmett regluliga, sigur Bjarni á Steig. Fimta og seinasta grand prix kappingin í badminton var í Havn um vikuskiftið, og hóast eingin spenningur var um samanlagda vinnaran hvørki hjá kvinnum ella monnum kom okkurt óvæntað úrslit. Hjá kvinnum vann Miriam í Grótinum úr Havnar badmintonfelag, meðan hjálparvenjarin hjá A landsliðnum, Fai Win Wong, úr Havnar badmintonfelag, var greiður vinnari hjá monnum. Jákup Petur Bærentsen, íløguráðgevi í BankNordik, sigur, at orsøkin er fyrst og fremst, at Russland og londini í OPEC eru farin at kríggjast um oljuna. Janus Mohr, sum er barnvaksin í Hoyvík og hevur búð har alt lívið, greiðir frá ymiskum viðurskiftum í heimbygdini. Nógv fólk siga gamla Hoyvík, men tað er ikki rætt, sigur Janus. Hoyvík er parturin innanfyri gomlu bøgarðarnar og býlingurin uttan garðar. Alt omanfyri er Hoyvíkshagin. Hann greiðir eisini frá serligu søguni hjá Hoyvíksgarði, tá ódagar komu upp millum bóndan og fútan, tí fútin vildi hava Hoydalar at planta skóg í, men bóndin vildi ikki. Úrslitið varð, at fútin um ár 1800 tók hálvan Hoyvíksgarð. Umleið 1920 bleiv tann parturin latin Royndarstøðini í Hoyvík. Doris og Bjarni Hansen høvdu búð í Danmark í fleiri ár, men droymdu alla tíðina um at koma heim aftur og búgva í náttúruni og ikki so langt frá Havnini. Bjarni kom fyrst einsamallur til Føroya og hann keypti húsini í Hoyvík, uttan at Doris hevði sæð tey. Men hetta var eitt sera heppið val, sigur Doris, tí alt húski hevur trivist sera væl her. Sethúsini hjá Doris og Bjarna eru beint omanfyri sætið hjá Tjóðsavninum. Húsini stóðu upprunaliga í sparikassagarðinum í Havn, men vórðu flutt niðan til Hoyvíkar í 1921. Nógv fólk svimja í sjónum í Hoyvík. Nú eru hjúnini Nina og Petur Even Djurhuus í Hoyvík eisini farin at svimja eftir regluligu rennitúrarnar. Petur Even er uppvaksin í Hoyvík og hevur nógv góð minnir niðri á støðni. Hann minnist millum annað, at hoyvíkingar settu gørn á víkini í sjeytiárunum og fingu nógva sild. Jákup Símun Simonsen er uppvaksin og býr í býlinginum uttan garðar. Tann fyrsti niðursetumaðurin her, Simon Joensen av Glyvrum, kom til Hoyvíkar at laða garðarnar fyri hoyvíksbónda og búsettist her. Flestu fólkini í hesum býlinginum eru eftirkomarar hjá honum. Sonur Jákup Símun, 10 ára gamli Axel Holm Simonsen, er hugagóður at geva seyðinum kraftfóður, men hann heldur, at várið og lembingin er tann hugaligasta tíðin at fáast við seyðin. Konan í húsinum, I ngilín Holm, sigur, at eitt nú nýggjárshaldið hevur stóran týdning fyri samanhaldið í býlinginum. Bakkafrost hevur fingið ein dyggan smeit av illveðrinum herfyri, men avleidda virksemið á millum annað virkinum hjá Bakkafrosti í Vági, verður eisini meint rakt Tríggjar kvinnur hava áður staðið á odda fyri einum politiskum flokki í Føroyum tær eru Marita Petersen, Javnaðarflokkurin, Lisbeth L. Petersen Sambandsflokkurin og Helena Dam á Neystabø, Sjálvstýrisflokkurin. Men tað eru sekstan ár síðan seinast, nú Ruth Vang tekur við forkvinnu starvinum í Framsókn. Eitt óbeinleiðis fríspark beint innanfyri brotsteigarmarkið í 88. minutti gav Rannvá B. Andreassen møguleika fyri at seta eitt vakurt punktum fyri sína tíð sum landsliðsleikari. Og royndi áleyparin tók av og javnaði til 1 1, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið av dystinum. Eftir 1 1 javnleikin móti Estlandi fingu vit orðið á Rannvá B. Andreassen, sum skoraði útjavnandi málið í sínum seinasta landsdysti. Tríggir føroyingar eru settir í sóttarhald í Grønlandi orsakað av illgruna um, at teir eru smittaðir við COVID 19 coronavirusinum. Hetta skrivar grønlendska kringvarpið, KNR, á heimasíðuni. Føroyingarnir, sum komu við flogfarinum úr Danmark í gjár, høvdu sjálvir gjørt flogmanningina varuga við, at teir kendu seg sjúkar. Sambært KNR, so er talan um tríggjar føroyingar, sum eru búsitandi í Grønlandi. Hetta fekk flogskiparan at seta seg í samband við myndugleikarnar, sum stóð fyri flogfarinum, tá tað setti seg á flogvøllinum í Kangerlussuaq. Enn er ikki greitt, um teir tríggir føroyingarnir, sum nú sita í sóttarhaldi á Hotel Kangerlussuaq, eru smittaðir við COVID 19. Úrslitini av kanningunum eru ikki klár fyrr enn á middegi í dag grønlendska tíð tað er um klokkan 15 okkara tíð. Eru royndirnar positivar, so er talan um fyrstu tilburðirnir av COVID 19 í Grønlandi. Hini ferðafólkini, sum vóru umborð á flogfarinum, sluppu at ferðast víðari. Men áðrenn vórðu tey bólkaði í há og lágrisiko bólkar. Tey, sum vóru í hárisiko bólkinum, skuldu í sjálvboðið sóttarhald, tá tey komu fram. Restin av ferðafólkunum skuldu einans halda eyga við sjúkueyðkenni. Allar royndirnar sum vórðu tiknar í gjár, vísti ikki sjúkutekin, og tí er støðan óbroytt. Tvey fólk hava fingið smittuna og 33 fólk eru avbyrgd. Hetta er størsta minking í 30 ár, skrivar The Guardian. Ein nýggj frágreiðing um streymframleiðslu vísir, at minkingin kemur av tí, at USA og ES í størri mun nú framleiða streym við reinari og varandi orkukeldum. Í ES og USA er streymframleiðslan frá kolverkum minka við einari helvt síðani 2007. Bara í fjør minkaði hetta 25 prosent í ES og 16 prosent í USA. Onnur viðurskifti gjørdu seg eisini galdandi. Millum annað tað, at veturin ikki var so kaldur, og tí var minni eftirspurningur eftir streymi. Sambært frágreiðingini øktist framleiðslan av vind og sólorku 15 prosent í fjør, samstundis sum arbeitt verður við stigvíst at minka um kolnýtsluna, sum er sera dálkandi. Í ES kemur umleið 20 prosent av elframleiðsluni frá varandi orkukeldum, í USA er hetta talið 11 prosent, í India níggju prosent og Kina átta prosent. Fyri at røkka málunum í Parísavtaluni, skal tað vera ein árligur vøkstur uppá 15 prosent í framleiðsluni av streymi frá varandi orku árliga. Ein skattafrádráttur til fólk, sum vilja búgva og virka á útoyggj, er eitt frálíkt hugskot, men frádrátturin kann ikki standa einsamallur. Tað sigur Olga Biskkopstø, samskipari hjá toyggjafelagnum, nú Jákup Mikkelsen í Fólkaflokkinum hevur skotið upp at gera ein útoyggjafrádrátt fyri at eggja fólki at búseta seg á útoyggj. Hon sær tó á sínum vanga, at myndin er deild ógvuliga ofta, og hon hevur frætt, at fólk hava nógvar meiningar um hana á Jodel, har tað ber til at skriva dulnevnt. Tú kanst vitja hennara instagramvanga á hesum leinki . Har ber eisini til, um tú hevur hug, at síggja myndina, ið tosað verður um. Landsstýriskvinnan í almannamálum hevur lítlan hug at byggja so dýrt. Nú fara hon og Landsverk at hyggja nærri at innkomnu tilboðunum. Battarí, ljósperur, klárir plastposar og matleivdir er bara nakað av tí, sum IRF heitir á fólk um at skilja í gerandisliga burturkastinum. Ungmannafelagið Sólarmagn varð stovnað 10. mars 1895. Tað vóru systkinabørnini Sverre Patursson í Kirkjubø og Jóannes Dalsgaard Uppi í Stovu á Velbastað, sum tóku stig til at stovna felagið. Felagið varð stovnað í Kirkjubø og varð tí fyrst kallað Kirkjubøar Kjakfelag. Morgunsendingin hitti formannin, John Dalsgarð, í nýumvældu felagshúsunum á Velbastað. Hoyr samrøðuna her. Tá felagið varð stovnað í Kirkjubø fyri 125 árum síðan var endamálið, sum tað sæst í sjálvum navninum hjá felagnum, at vera kjakfelag. Á hvørjum fundi skuldi veljast orðstýrari, at velja evni at tosa um á næsta fundi. Nú felagið verður 125 ár í ár, arbeiðir nevndin við at leggja eina skrá við ymiskum tiltøkum, sum ætlanin er at hava seinni í ár. Eitt nú verður skipað fyri veitslu fyri øllum limum og øðrum innbodnum í heyst. Harumframt verða limafundir við ymiskum evnum á skránni Í nevndini fyri Sólarmagn eru í dag John Dalsgarð, formaður, Teitur Heindriksson, næstformaður, Eyðfinnur í Búðini, skattmeistari, Tóki Dalsgarð, skrivari, og Dánjal Petur Jensen. Tiltakslimir eru Hjørdis Heindriksdóttir og Eliesar Rubeksen. Eg havi eisini nakrar tættir, har eg spæli tríggjar sangir við einum og sama tónlistafólki, tríggjar eldri sangir, tríggjar fyri mær ókendar sangir við ókendum tónlistafólkum, men so spæli eg eisini tríggjar sangir, sum eg ikki tími at umbera, at eg dámi. Danir herða nú tiltøkini, í eini roynd at steðga corona smittuni. Fyrrapartin var tíðindafundur á Christiansborg, har Mette Frederiksen, forsætisráðharri, kunnaði um nýggju tiltøkini. 156 danir eru smittaðir av coronavirusinum, og 777 fólk eru avbyrgd. Sjey fólk eru løgd inn á sjúkrahús, varð upplýst á tíðindafundinum. Mette Frederiksen, forsætisráðharri, segði, at enn taka verri enn so øll smittuvandan í nóg stórum álvara. Næstu 14 dagarnar sleppa flogfør úr Norðuritalia, Iran, pørtum av Kina og Suðurkorea, ikki at seta seg í Danmark. Myndugleikarnir mæla eisini til, at fólk ikki brúka almennu ferðsluna í tysingartíðini, tað er tá mesta ferðslan plagar at vera. Á tíðindafundinum vísti Mette Frederiksen ikki aftur, at marknaliðini verða stongd. Sí allan tíðindafundin niðan fyri her. VÍF og Neistin liggja bæði væl fyri og kappast í løtuni sínamillum um 2. plássið í landskappingini. Í kvøld klokkan 20.00 bresta tey saman í høllini í Vestmanna, og til ber at stroyma dystin beinleiðis her . Tað vóru sera góð boð at fáa, sigur Alexandra Pipaluk Hemmeken, sum var eitt av teimum trimum ferðafólkunum, sum vóru undir illgruna fyri at verða smittað av coronavirusinum. Alexandra Pipaluk Hemmeken lesur til lærara, og hon hevur undirvíst í einum skúla í Havn í fýra vikur, skrivar Semitsiaq. Landslæknin gav henni boðini um, at hon ikki er smittað. Hini 55 ferðafólkini, sum vóru við flogfarinum, vóru eisini sett í sóttverju, men tey sleppa nú úr sóttarhaldinum, skrivar Semitsiaq. Grundleggjandi ymisk sjónarmið um, hvat bústaðarpolitikkur er, koma til sjóndar, nú landsstýriskvinnan hevur fingið ta frágreiðing um bústaðarpolitisk átøk, sum hon hevur biðið um, og nú skal til at byggja sín bústaðarpolitikk á Hann vísir aftur, at Strandferðslan bara hevur lagt seg á møguleikan, at Hasfjord skal sigla seinastu túrarnar um Skopunarfjørð um kvøldið fyri Teistan. Húsini hjá Per Højgaard, sála, á Áarvegnum í Havn, verða nú tikin niður, men ætlanin er at byggja tey uppaftur, so tey líkjast upprunaliga húsunum, tó í einari hædd aftrat, skrivar vp.fo Partafelagið Katrina Christiansen hevur keypt húsini, og bara tann parturin av grundini, sum vendir móti Áarvegnum, verður standandi eftir. Tummas Justinussen, stjóri í felagnum, sigur við Kringvarpið, at húsini, sum verða sett á grundina, verða gjørd úr elementum, og tey verða eftir ætlan sett upp tíðliga í summar. Í sambandi við, at húsini verða tikin niður, verður Áarvegurin stongdur fyri allari ferðslu í morgin, frá klokkan sjey á morgni til á midnátt í annaðkvøld, frá Vaglinum og oman til Havnargøtu. Trý átøk vórðu kunngjørd í dag. Fíggjarmálaráðharrin, Nicolai Wammen, segði, at hetta er bara byrjanin, og væntandi koma fleiri átøk seinni. Eitt av átøkunum er, at fyritøkur fáa longda freist at gjalda meirvirðisgjald og inntøkuskatt. Tað gevur fyritøkum umleið 125 milliardir krónur meiri í gjaldføri, og verjir sostatt bæði fyritøkur og arbeiðspláss, sigur Nicolai Wammen. Skundlógir verða gjørdar, sum skulu bøta gjaldførið hjá fyritøkum, við at útseta gjaldsfreistirnar fyri meirvirðisgjald og partafelagsskatt. Haraftrat er ætlanin, at stjórnin og vinnulívið í felag skulu gera uppskoti um hjálpartiltøk, í sambandi við avbjóðingarnar av coronasmittuni. Miðnámsnæmingar á Glasi, sum eru á námsferð í Lissabon í løtuni, hava í dag fingið boð frá rekataranum á Glasi, um at koma heim í ótíð. Steinbjørn Hardlei, rektari, skrivar í boðum til næmingarnar, at av tí at Danmark frá midnátt ikki loyvir flogførum úr reyðum vandaøkjum at seta seg, verður óvissan eisini størri hjá teimum, sum eru á námsferð í Lissabon. Portugal er í løtuni lýst sum gult øki, har serligt varsemi skal vísast. Henda lýsing kom, eftir at næmingarnir fóru úr Føroyum í síðstu viku. Eftir ætlan skuldu næmingarnir koma heim fríggjadagin, men teir skulu nú koma nú heim í morgin í staðin, skrivar rektarin á Glasi til næmingarnar, sum eru í Lissabon. At myndugleikarnir herða tiltøkini, og at Portugal nú er lýst sum gult øki í sambandi við corona smittuna, hevur fingið rektaran á Glasi at framskunda heimferðina hjá næmingum, sum eru á námsferð í Lissabon. Vit hoyra søguna Birita gistir hjá Onnu. Sidsel Jøranlid skrivaði og Hjørdis Heindriksdóttir týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Nám góvu út í 2019. Lív Højsted Horsdal lesur og Dánjal Tavsen er tøkningur. Allar fýra vinkonurnar skulu gista hjá Onnu. Men Birita hevur ikki hug. Henni dámar ikki at gista hjá øðrum. Men tað kann hon ikki siga, tí so halda tær hana vera ein ræðuskít. Søgan er í trimum pørtum. Føroyskir myndugleikar heita nú á føroyingar, sum koma annaðhvørt úr Norðuritalia ellaTyrol í Eysturríki, um at fara í sjálvboðið sóttarhald, tá teir koma heimaftur. Alt rokið um corona nervar eftir øllum at døma ikki flogferðsluna, tí ferðafólkatalið veksur støðugt, hóast vøksturin er hóvligari nú. Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága floghavn, er tó varin við at vera ov bjarskygdur, tí hann væntar eisini, at coronasmittan fer at hava ávirkan á ferðafólkatalið. Enn hevur coronasmittan ikki ávirkað Vága Floghavn, men Regin I. Jakobsen sigur, at tey vita um tiltøk, eitt nú tónleikaframførslur, ítróttartiltøk og handilsstevnur uttanlands, sum í løtuni verða avlýst. Í dag fara at hyggja at nøkrum løgum, sum nógv av okkum halda eru upprunainnspælingar, men sum altso eru endurinnspælingar. Vit fara at hoyra upprunainnspælingarnar, og so brot úr teimum løgum, sum tey flestu okkara seta í samband við júst hesa kompositión. Avleiðingarnar av coronasmittuni faa nú leiðsluna í skandinaviska flogfelagnum, SAS, at skjóta upp, at starvsfólkini fara niður í løn. SAS sigur, at leiðslan í felagnum hevur gjørt av at fara 20 prosent niður í løn, men hon fer at arbeiða sama tímatal sum nú, skrivar DR. Sunnudagin bórust tíðindini, at ein millión alilaksur hjá føroysku fyritøkuni Bakkafrost var deyður í aliringunum í Froðba og Hvalba. Í tíðindasendingini hjá Kringvarpinum klokkan 18 tann dagon greddi Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost, frá, at alilaksurin var deyður av stress, ið komst av ringa veðrinum, ið hevði verið í fleiri dagar. Og tað er einki óvanligt, at alilaksur doyr av stress tá veðriði er ringt. Tað staðfesta bæði landsdjóralæknin Birna Mørkøre og djóralæknin Peter Østergaard, tó at mongdin av deyðum fiski vekir ans. Men hóast ein millión alilaksur og eitt virði fyri 300 milliónir krónur fór fyri skeyti, so hevur heilsumyndugleikin ikki verið á staðnum og kanna hvat hendi. Mannagongdin í slíkum førum er nevniliga, at tað fyrst og fremst eru alifyritøkurnar sjálvar, ið veita upplýsingar um hvat hendi, meðan Heilsufrøðiliga Starvsstovan tryggjar, at fiskurin verður burturbeindur á rættan hátt. Og tað undrar Peter Østergaard, ið metir at myndugleikin eigur at kanna støðuna, tá ið so nógvur fiskur doyr. Hvat gera føroysku myndugleikarnir, nú Danmark herðir tiltøkini munandi í stríðnum móti Corona. Tað spyrja vit Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann í heilsumálum, Rógva Reinert, formann í serliga Kreppuráðnum og Regin I. Jacobsen, stjóra í Vága Floghavn. Ein millión laksar eru deyðir í aliringunum hjá Bakkafrost í Suðri. Tað er ikki óvanligt, at alilaksur doyr í ringum veðri. Men fiskadjóralækni undrast á, at myndugleikarnir ikki hava verið á staðnum. Vit tosa við Birnu Mørkøre, landsdjóralækna, og Peter Østergaard, djóralækna. Grundleggjandi, ymisk sjónarmið um, hvat bústaðarpolitikkur er, koma til sjóndar, nú landsstýriskvinnan hevur fingið ta frágreiðing um bústaðarpolitisk átøk, hon hevur biðið um og nú skal til at byggja sín bústaðarpolitikk á. Vit hyggja nærri at frágreiðingini um bústaðarpolitisk átøk. Danmark herdi í dag tiltøkini munandi fyri at avmarka spjaðingina av Corona smittuni. Fyrrapartin helt danski forsætisráðharrin Mette Frederiksen tíðindafund, har hon staðiliga bað fólk um at taka tilmælini frá stjórinin í álvara. Eitt nú steðgar øll flúgving úr teimum harðast raktu økjunum á midnátt og ferðafólk higani sleppa ikki inn á flogvøllin í Kastrup, men verða beind rundanum har, sum onnur ferðafólk eru. Fleirir føroyingar eru á veg heim úr Tyrol í kvøld tó ikki frá harðast rakta økinum men tí sokallaða appelsingula partinum av Tyrol. Vága Floghavn hevði ikki hoyrt nakað frá føroysku tilbúgvingarmyndugleikunum um herd tiltøk á flogvøllinum, men stjórin setti seg sjálvur í samband við landslæknan, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Vága Floghavn. Umframt ferðatilmæli út í heim, heitti Mette Frederiksen á danir um ikki at koyra í bussi og tokið tá stórst trýst er á almenna samferðslukervinum. Høvuðsboðskapurin hjá danska forsætisráðharranum var, at danska heilsuverkið kann koma undir so stórt trýst av Corona farsóttini, at tað ikki ber til at veita neyðugu røktina til øll, sum vera rakt av Corona virusinum komandi vikurnar. Tað kann merkja, at vit ikki hava møguleika fyri at hjálpa teimum, sum hava hjálp fyri neyðini eitt nú um tey hava trupult við at anda, tí ov nógv hava tørv á viðgerð í senn. Í sendingini eru millum annað samrøður við Regin Jacobsen stjóra á Vága Floghavn, Kaj Leo Holm Johannesen landsstýrismann í heilsumálum og Rógva Reinert, aðalstjórá í Fiskivimálaráðnum og formaður í Føroya Kreppuráði. Harumframt skulu fólk ikki ferðast til lond, sum eru hart rakt av COVID 19. Vandi er fyri, at sjúkrahúsverkið ikki megnar at fylgja við, sigur Mette Frederiksen, forsætisráðharri. Kreppuráðið hevur yvirskipaðu tilbúgvingina her á landi. Í Kreppuráðnum eru allir aðalstjórarnir, løgreglan, Arktisk kommando og kommunurnar. Mánakvøldið skipaði kommunan fyri kunnandi fundi um ætlanina. Eini 100 fólk vóru á fundi, og longu nú hava fleiri skrivað seg upp til íbúð. Bjarni á Steig, lækni, hevur úr at gera við at ráðgeva fólki um COVID 19 coronasmittuna. Hann fekk úr at gera beinanvegin, telefonráðgevingin lat upp, og longu nú er tørvur á fleiri fólkum, at svara telefonini. Hetta er síðsti møguleiki hjá Lars Monsen at gera seg galdandi í Norgestoppen, áðrenn hann fer til Alaska, men ikki allir teir ungu hundarnir eru til reiðar at kappast millum úrvalshundar. Flogruturnar hjá Atlantic Airways til eitt nú Barcelona og Paris eru í vanda fyri at verða raktar av stongsli í Vága floghavn orsakað av útbrotinum av coronavirusinum, COVID 19. Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum, sum umsitur flogvøllin, ger á heimasíðuni hjá Vinnumálaráðnum greitt, at Føroyar eisini fylgja teimum leiðbeiningum og flogbannum, danskir myndugleikar nú hava sett í verk. Á midnátt varð øll flogferðsla til og úr teimum reyðu vandaøkjunum fyri coronavirusið steðgað av donsku stjórnini í 14 dagar í eini roynd at forða fyri, at coronavirusið spjaðir seg. Tey reyðu vandaøkini eru í løtuni Norðuritalia, skíðøkið Ischgl í Eysturríki, Hubei landsluturin í Kina, Iran, og suðurkoreanski býurin Dawgu og suðurkoreanski landsluturin Gyeongbuk. Føroyar hava einki beinleiðis loftasamband til hesi øki, so í fyrstu atløgu ávirkar flogbannið ikki flogferðsluna til og úr Vágum. Men danir halda eitt sera vakið eyga við støðuni í Fraklandi og serliga Spania. Atlantic Airways hevur flogrutur til bæði Barcelona og Paris. Longu nú meta donsku myndugleikarnir, at støðan í sponsku landslutunum Baskaralandi, Madrid og La Rioja er so álvarsom, at øll óneyðug ferðing til hesara sponsku landslutirnar verður frámæld. Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum, ger vart við, at um so er, at donsku átøkini verða herd næstu dagarnar, og fara at fevna um øki og býir, Føroyar hava beinleiðis loftsamband við, so verður flogbannið eisini galdandi fyri flogferðslu til og úr Føroyum. Millum annað verður 3. viðgerð av einum uppskoti um at skipa soleiðis fyri, at tað ikki longur verður eitt krav at møta persónliga á Familjufyrisitingini at vátta faðirskapin at einum barni, um foreldrini ikki eru gift. Í staðin skal faðirskapurin í framtíðini váttast skrivliga fyri Familjufyrisitingini við at útfylla eitt oyðublað á heimasíðuni hjá stovninum, og síðani senda tað til Familjufyrisitingina. Uppskotið varð einmælt samtykt við aðru viðgerð. Løgtingið fer í dag eisini at hava fyrstu viðgerð av einum uppskoti hjá Tjóðveldi um at heita á løgtingið um at javnseta kvinnur og menn, tá umræður allar tryggingar og pensjónir í Føroyum. Sagt verður í viðmerkingunum, at vit hava javnstøðulóg í Føroyum, ið ásetur, at tað er ikki loyvt hvørki beinleiðis ella óbeinleiðis at gera mismun á fólki. Kortini hevur siðvenjan á tryggingar og pensjónsøkinum ikki verið at taka fult atlit at javnstøðulógini. Víst verður millum annað á, at gjalda kvinna og maður somu upphædd inn til pensjón, sum er tengd at lívrentutrygging við útgjald, so fær maðurin um 13 prosent størri mánaðarligt pensjónsútgjald. Sagt verur í viðmerkingunum, at tryggingarfeløgini rokna í dag mánaðarliga útgjaldið fyri lívrentu eftir miðallivialdri. Men í staðin fyri enn at hyggja at miðallivialdrinum hjá fólki sum heild, verður munur gjørdur á kyninum. Kvinnur liva í miðal longur enn menn, og tí fær kvinnan eitt mánaðarligt útgjald, sum er 13 prosent lægri enn maðurin, hóast bæði hava sett somu upphædd inn. Hetta skal broytast, heldur Javnaðarflokkurin á løgtingi. Dystirnir í Betri deildini verða spældir sunnudagin sum ætlað, men enn er ikki greitt, um tað verður við áskoðarum ella uttan teir, sigur Róin Schrøter, formaður í kappingarnevndini hjá Fótbóltssambandinum. Seinnapartin fara formenninir í feløgunum at viðgera spurningin, um dystirnir verða við ella uttan áskoðarar, sigur Róin Schrøter. Fyrsta umfarið í Betri deildini skuldi vera síðsta vikuskifti, men so kom tilmælið hjá landslæknanum og Heilsumálaráðnum seint fríggjadagin, og tað hevði við sær, at FSF gjørdi av at avlýsa dystirnar. Boðini frá Fótbóltssambandinum um ikki at spæla dystirnar í Betri deildini høvdu við sær, at onkrir dystir kortini vórðu spældir sunnudagin, men sum vinardystir. Í uppskotinum um almannatrygd og tænastur verður upplýst, at lesandi í barnsburðarfarloyvi í dag fáa umleið 2.000 krónur meira útgoldið eftir skatt, samanborið við kvinnur, sum fáa forsorgarhjálp í barnsburði. Seinasta árið hevur lítil og eingin vøkstur verið í løntakaratalinum í privatu tænastuvinnunum. Tað eru góð tvey ár síðani, at vøksturin í privatu tænastuvinnunum fór at minka. Hann býr í einum lítlum húsum beint við skorsteinin uppi á eini húsatekju. Karlsson dugir at flúgva, takka verið eini propel á rygginum, og hann elskar at gera fortreð. Honum dámar sera væl at føra seg fram sum verðins besta í øllum, um enn tað er satt ella ikki. Og hann kann tykjast vera nokso droyur. Lítliba eitur í veruleikanum Svante Svantesson men av tí hann er yngstur, kalla tey hann Lítliba. Ein lítil einsamallur drongur, sum verður vinur við Karlsson. Bretska heilsumálaráðið sigur, at Nadine Dorries fekk fyrstu eyðkennini hósdagin, sama dag sum hon var til eina móttøku hjá Boris Johnson, forsætisráðharra. Tað verður torførari hjá skótafeløgum at fáa skikkað fólk at taka sær av krevjandi uppgávum innan skótaarbeiði, um skótaliðini ikki fáa somu sømdir sum ítróttarfeløg nú fara fáa. Tað sigur Føroya Skótaráð í hoyringarskrivi um lógaruppskot, sum er í løgtinginum. Uppskotið skal dagføra skattafríu upphæddina til sjálvboðið arbeiði á ítróttarøkinum. Uppskotið, sum er komið úr Fíggjarmálaráðnum, tilskilar, at tey, sum gera sjálvboðið og lønt arbeiði innan ítrótt kunnu forvinna 50.000 krónur í staðin fyri 30.000 krónur, áðrenn skattur skal gjaldast av inntøkunum. Í viðmerkingunum stendur, at samsýningin lutvíst er viðurkenning fyri arbeiðið og lutvíst sum endurgjald fyri tær útrreiðslur, sum hesi fólk leggja í arbeiði fyri ítróttin. Men Føroya Skótaráð sigur, at hendan skeiklingin fær stórar avleiðingar fyri arbeiðið hjá skótunum í framtíðini, tí arbeiði til tíðir er krevjandi. Tí er neyðugt, at tey, sum gera hetta arbeiði, fáa samsýning fyri sítt íkast og mista arbeiðstíð frá øðrum arbeiði. Fíggjarmálaráðið sigur í viðmerkingunum til lógaruppskotið, at tey virða arbeiðið hjá skótunum líka nógv sum arbeiðið, ið hjálparfólk gera innan ítrótt, men ráðið sigur seg ikki vera vitandi um, at arbeiði hjá skótunum verður lønt við eini samsýning, og tí metir Fíggjarmálaráðið, at tað er rættast at avmarka uppskotið til ítrótt. Aina Dahle, arkitektur, eisini kend sum Einar Dahle, hevur teknað meira enn 700 hús á yrkisleiðini. Tað, sum hon teknar, er snøgt, einfalt og linjurnar eru reinar, og tilvitskan um ljós er sterk. Nógv er at takast við á Kastanjugarði, neytini skulu út at vera royndarkaninir, nú nýggja elhegnið hjá Frank skal roynast, tað gongur við sólkyknum. Moskusdunnan hjúklar um teir nýklaktu, dúnutu ungarnar. Men í 2005 var einki Covid 19 at spilla spælið, tá skipað varð fyri stórsliga tiltakinum Atlantic Music Event í Norðurlandahúsinum. Endamálið var at varpa ljós á føroyskan tónleik, eins og tað er við FMA, og í so máta var AME grundarsteinurin til FMA. Hópin av útlendskum gestum vóru eisini í 2005 bodnir til Føroya at uppliva tað besta, ið føroyskur tónleikur hevði at bjóða. AME avloysti Prix Føroyar finaluna, sum undanfarnu 10 árini hevði verið ársins størsta tónleikatiltak. Í 2005 var Prix Føroyar finalan eitt viðhanga av AME. Prix Føroyar var í 2005 merkt av óvanliga hørðum orðadrátti, tí nøkur av okkrara royndastu tónlistafólkum og tónleikarum høvdu valt at luttaka. Serliga ummælararnir hjá Dimmalætting, Uni Leitisstein Hansen og Jan Lamhauge, vóru eirindaleysir í teirra meting, at skipanin, sum dømt var eftir til Prix Føroyar, onkursvegna ikki megnaði at rúma hesum. Størri dentur varð lagdur á handverkið at spæla eitt ljóðføri enn listarliga virðið á tónleikinum, ljóðaðu atfinningarnar. Heilagar kýr steðga ferðsluni stóð at lesa á forsíðuni á Dimmalætting, tá bæði Eyðun Nolsøe og Showmenn og Terji Rasmussen Band høvdu spælt seg í finaluna saman við GoGo Blues. Niðurstøðan var, at allur tann tónleikurin, sum beikaði frameftir og hevði eitt altjóða snitt, var sáldaður frá til framan fyri tað, sum peikaði aftureftir. Njótið framførslurnar við Makrel, Høgna Lisaberg, DejaVu, Kristleif Zachariassen, Guðruni Sólju Jacobsen og so finalistunum í Prix Føroyum, Eyðuni Nolsøe og Showmonnum, Terja Rasmussen Band og GoGo Blues. Stóra avlopið verður gott íkast hjá partaeigarunum í Bakkafrosti. Nevndin mælir til, at felagið rindar 8,31 krónur í vinningsbýti fyri hvørt partabrævið. Hetta er eitt av mongum tiltøkum, sum verða sett í verk, so tað ikki verður so trongligt í býnum, fyri at minka um vandan fyri corona smittu, og at gestir ikki skulu verða í vanda fyri at verða smittaðir, sigur kommunustjórin, Robert Rastad, við VG.no. Kommunan hevur samskift við havnarmyndugleikan í Bergen um, hvussu tey skulu taka í móti skipum, sum hava Bergen sum part av ferðaætlanini, eitt nú Hurtigruten og Fjord Line. Hesi skip sleppa at halda fram sum higartil, men tey skulu halda seg til ásetingarnar, sum eru gjørdar fyri at avmarka smittu í Bergen, skrivar kommunan. Fyrstu árini ferðaðist hon undir radaranum so at siga, tí hon var bakgrundssangari og var við í ymsum konseptum, og ivaðist í, um hon var til reiðar at trakka fram á pallin, har ljósini lýsa bjart, og øll síggja. Hví bleiv Linda Andreasen til Lindu Andrews Sjálvt um navnið kundi borið boð um annað, so hevur føroyingurin í Lindu tað sera væl, og innast inni er hon enn Havnargenta við stóra H. Í hesari seinnu sending greiðir Linda frá einari byrjandi sanglívsleið, og hesum at skula taka stigið frá at vera backing sangarinna til at vera tann, sum stendur fremst. Sjóvinnuhúsið er eitt nú karmur um Fróðskaparsetrið, Hugskotið og Silo. Í dag ummæla vit stóru umbyggingina, sum fevnír um 7500 fermetrar. Albert og Gunnar hava verið á gátt. Vit hitta eisini Selmar Nielsen frá teknistovuni SNA, ið hevur staðið fyri umbyggingini. GEVIÐ GÆTUR, AT EITT AV TILTØKUNUM, SUM VERÐUR NEVNT Í MENTANARÁLMANAKKANUM, NÚ ER ÚTSETT ÚTGÁVUKONSERT Í REINSARÍNUM , OG MØGULIGA VERÐA ONNUR TAÐ EISINI. Pandemi er ikki eitt orð, sum skal brúkast ov ofta. Tað er eitt orð, sum, verður tað misbrúkt, kann skapa óneyðugan ótta ella at fólk óneyðugt góðtaka, at nú er stríðið av, og tað kann elva til óneyðuga líðing og deyða, segði aðalskrivarin. Heitið alheims farsótt kemur millum annað eftir at corona tilburðir uttanfyri Kina er 13 faldaðir seinastu tvær vikurnar. Á tíðindafundinum segði Tedros Adhanom Ghebreyesus, at uppgávan skal loysast í felag. Smittan hevur rakt meginpartin av heiminum, og hon varð fyrstu ferð staðfest í Kina á nýggjárinum. Síðani tá hevur hon breitt seg. Um 20 ár skulu heimsins høv vera ruddað fyri alt plast. Tað er stórbæra málið hjá felagsskapinum The Ocean Cleanup. Tað er kortini ikki bara sum at siga tað, tí sambært felagsskapinum eru umleið fimm billiónir stykkir av plastruski í høvunum í dag. Og hetta plasti samlar seg serliga í fimm støðum kring heimin, harav tað kendasta er plasthavið í Kyrrahavinum, ið liggur miðskeiðis millum Hawaii og California. Og fyri at savna alt hetta plastið, hevur felagsskapurin ment ymiskar tøkni og útgerð, umframt at ment samstarv við fleiri av heimsins leiðandi feløg innan ymisk økir. Eitt teirra er danska reiðaríið Mærsk, ið útvegar skip til endamálið. Uppgávan hjá Mærsk er millum annað at frakta nakrar flótandi skipanir út á hav, ið flóta við streyminum sum falskar strandarlinjur, og á tann hátt savna plast. Við hesi tøknini vónar felagsskapurin, at tað fer at eydnast at beina fyri 50 prosent av øllum plastinum í Kyrrahavinum innan fimm ár. Fyri Mærsk er tað skipið Mærsk Transporter og manningin umborð, ið er partur av arbeiðinum at rudda upp í heimsins høvum. Fleiri føroyingar eru eisin umborð á Mærsk Transporter, og er ein teirra føroyingurin Jón Simonsen, ið er skipari umborð. Coronatilburðirnir í Danmark gerast alsamt fleiri nú eru 442 fólk smittað. Og sambært nýggjari frágreiðing kann Danmark enda í somu støðu sum kreppurakta Italia. Men hvat kunnu vit vænta í Føroyum Tað spyrja vit landslæknan Lars Fodgaard Møller og læknaliga ráðgevan hjá Heilsumálaráðnum, Bjarna á Steig. Eisini spyrja vit Helga Abrahamsen, landsstýrismann, um flogferðsluna og ferðafólkaskipini. Um 20 ár skulu heimsins høv vera ruddað fyri alt plast. Tað er málið hjá felagsskapinum The Ocean Cleanup. Vit tosa við skiparan Jón Simonsen, sum hevur verið við til at rudda plast úr Kyrrahavinum. Skulu vit hava eitt alment bústaðarpolitiskt amboð og hvussu sterkt skal almenna Bústaðir vera Kjak millum Christian Andreasen og Aksel V. Johannesen. Lagt til rættis Marjun Dalsgaard, Hallur av Rana og Jón Brian Hvidtfeldt, redaktørur. Gevið Gætur Kringvapið setur nú átøk í verk innanhýsis á stovninum fyri at minka um smittuvandan í húsinum, nú Corona virusið ger um seg. Eitt nú verða starvsfólk býtt sundur í arbeiðseindir, og arbeiðið sum heild skipað øðrvísi við atliti til smittuvandan. Ein avleiðing av tí er, at Breddin fyribils er tikin av skrá. Umstrídda frágreiðingin um bústaðarpolitisk átøk, sum varð handað landsstýriskvinnuni í bústaðarmálum fríggjadagin spælir bóltin yvir aftur til politisku skipanina. Sambært frágreiðingini eru nógvir grundleggjandi bústaðarpolitiskir spurningar, har tað mangla semjur tvørturum samgongur og andstøður. Sambært frágreiðingini er tørvur á at at fáa yvirskipaða politiska greiðu á spurningum sum til dømis hvønn leiklut skal tað almenna gjøgnum Bústaðir hava hvønn leiklut skal tað privata hava hvussu stórt skal tað almenna bústaðarfelagið vera hvør skal kommunali leikluturin vera Christian Andreasen, formaður í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum, og Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, kjakast um Bústaðir og bústaðarpolitikk. Tað spyrja vit landslæknan, Lars Møller, læknafrøðiliga ráðgevan, Bjarna á Steig og Helga Abhrahamsen, landsstýrsimann um í Breddanum í dag. Í Danmark er talið av smittaðum farið úr 15 upp í 442 upp á eina viku. Sambært frágreiðing, sum donsku myndugleikarnir lótu úr hondum í gjár, er vandi fyri, at Danmark endar í eini líknandi støðu, sum ta vit síggja í Italiu í dag, har orka ikki er til at taka sær av øllum, sum hava tørv á sjúkrahjálp. Hvussu við ferðing til og frá Danmark, um vit síggja ein ógvusligan vøkstur í smittuni har, og hvat hava vit orku til í mun til viðgerð og sóttarhald í Føroyum. Tað kann gerast neyðugt at útseta ikki akuttar operatiónir og at fáa hjálp úr Danmark, til at handfara coronasmittaði í Føroyum, sigur Lars Møller landslækni, sum hevur yvirskipaðu ábyrginda av heilsuverkinum í Føroyum. Í Føroyum fylgja vit ferðatilmælinum hjá danska uttanríkisráðnum, men hvat nú um Danmark verður eitt sokalla reytt øki samanborið við Føroyar Hoyr samrøður við Lars Møller, landslækna, Helga Abrahamsen, landsstýrismann í Umhvørvismálum og Bjarna á Steig, læknafrøðiligan ráðgeva hjá Heilsumálaráðnum. Danmark hevur flutt seg til næstu fasuna viðvíkjandi coronasmittuni, tí danir nú smitta hvønn annan og smittan kemur ikki longur bert frá teimum, sum hava verið uttanlands, segði Mette Fredriksen á tíðindafundi fyri løtu síðan. Danski forsætismálaráðharrin, Mette Fredriksen, kunngjørdi á tíðindafundinum, at tey fara at stongja skúlar og dagstovnar og øll innandura tilboð so sum bókasøvn í tvær vikur. Og øll starvsfólk í tí almenna, sum ikki hava eina kritiska funktión, so sum starvsfólk á sjúkrahúsum, løgregla og líknandi, skulu arbeiða heimífrá. Tiltøkini, sum nú verða sett í verk, fara at ávirka allar borgarar í landinum, segði Mette Fredriksen á tíðindafundinum fyri løtu síðan. Føroyska Kreppuráðið er kallað saman eftir, at danski forsætisráðharrin fyri løtu síðani boaði frá, at Danmark verður meira ella minni stongt. Øll skúlagongd er avlýst og alment sett starvsfólk verða send til hús. Hetta eru bert nøkur av tiltøkunum, ið verða sett í verk fyri at basa COVID 19 smittuni. Løgmaður hevur boðið til tíðindafund í morgin klokkan 9, men Kreppuráðið fer eisini at viðgera, um føroyskir myndugleikar skulu koma við boðum fyrr. Danskir mynduleikar mæla nú frá at tiltøk við fleiri enn 100 luttakarum verða hildin. Á tíðindafundi fyri løtu síðan varð kunngjørt, at talið av coronasmittaðum er tíggjufaldað síðan mánadagin. Nú hava 514 danir fingið staðfest smittuna, og tí verða tiltøkini herd mundandi. Forsætisráðharrin kom við eini áheitan um, at avlýsa alt virksemi, sum savnar nógv fólk. Forsætisráðharrin heitti á náttklubbar og barrir um at stongja fyri at fyribyrgja smittuni. Skúlar, dagstovnar og øll almenn innandura tilboð stongja næstu tvær vikurnar. Øll starvsfólk í tí almenna, sum ikki varða av eini kritiskari funktión, verða send heim í tvær vikur. Heitt verður á privatar arbeiðsgevarar um at gera tað sama. Landsstýrið fer á fund nú klokkan 22 00 at umrøða íkomnu støðuna, nú Danmark í stóran mun er stongt. Tað er løgmaður, sum hevur kallað landsstýrið saman á fund. Støðan er ógvuslig allastaðni kring okkum. Men tíbetur hava vit enn tamarhald á støðuni. Tó kann støðan skjótt broytast, og tí fara vit at koma við nýggjum átøkum, ið verða kunngjørd á tíðindafundi í morgin klokkan 9, sigur løgmaður. Føroya fólk hevur sum heild ansað sera væl eftir sær sjálvum og hvørjum ørðum. Hetta er besta verjan ímóti smittuni, og tí skulu vit halda fram við hesum. TIltøkini í Danmark eru rættiliga ógvuslig, men eg fari at heita á fólk, um at bera seg sinniliga at og bíða eftir boðum, sum koma á tíðindafundinum í morgin klokkan 9, sigur løgmaður. Støðan er ógvuslig allastaðni kring okkum. Men tíbetur hava vit enn tamarhald á støðuni. Tó kann støðan skjótt broytast, og tí fara vit at koma við nýggjum átøkum, ið verða kunngjørd á tíðindafundi í morgin klokkan 9, sigur løgmaður. Føroya fólk hevur sum heild ansað sera væl eftir sær sjálvum og hvørjum ørðum. Hetta er besta verjan ímóti smittuni, og tí skulu vit halda fram við hesum. TIltøkini í Danmark eru rættiliga ógvuslig, men eg fari at heita á fólk, um at bera seg sinniliga at og bíða eftir boðum, sum koma á tíðindafundinum í morgin klokkan 9, sigur løgmaður. Johanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi, sigur í kvøld, at tey framvegis ikki hava flogfør, sum koma úr reyðum økjum, sambært vegleiðingini hjá danska Uttanríkisráðnum. Johanna á Bergi sigur í kvøld, at tey hava sett neyðugu tiltøkini í verk fyri tey ferðandi, sum tey vita koma úr reyðum ella reyð gulum økjum í heiminum. Um so er, at Atlantsflog fær boð um at seta ferðafólk úr Danmark undir somu tiltøk, so fylgja tey tí. Enn hava tey tó einki frætt frá kreppuráðnum ella landsstýrinum. Í tíðindaskrivi boðar HSF frá, at avgerðin um at útseta dystirnar er tikin vísandi til nýggjastu tíðindini um, hvussu corona smittan er farin at gera um seg í grannalondunum. Umframt at leggja dystarvirksemið stilt í tvær vikur, mælir HSF eisini feløgunum kring landið til at avlýsa venjingar og annað virksemi. Fleiri feløg hava longu alment boðað frá, at tey fylgja tí tilmælinum. Boðini komu sama dag sum coronavirusið er mett sum ein farsótt, og koma koma í gildi á miðnátt fríggjakvøldið, men galda ikki fyri fólk úr Bretlandi. Amerikanski forsetin, Donald Trump, heitti í røðuni samstundis á amerikanska fólkið um ikki ferðast óneyðugt, fyri at forða virusinum í at breiða seg. Trump vísti á, at fleiri fólk eru smittað í Europa enn í USA, og hann legði dent á, at tað var rætt at hava sett forboð fyri fólk úr Kina at koma til USA. Í gjár vórðu 1.135 tilburðir av coronavirusinum staðfestir í USA. Tað vísti ein uppgerð, sum John Hopkins universitetið hevur gjørt. Men guvernørurin í New York, Andrew Cumo, segði við CNN, at tilburðirnir uttan iva vóru nógv fleiri. Hann vísti á, at alt ov fá verða kannað í USA, og tí er vandi fyri at nógv fleiri eru smittað, segði guvernørurin. Forsetin boðaði samstundis frá, at hann hevur avlýst at fara til fleiri statir at hava veljarafund. So skjótt sum Donald Trump hevði hildið røðuna, fullu partabrøvini nógv, og eisini oljuprísurin. Óli Hans Olsen er 48 ára gamal. Hann hevur útbúgving sum skipsførari og hevur eitt nú verið skipari á Brimli og Tjaldrinum 11 tey seinastu árini. Frammanundan var hann yvirstýrimaður stýrimaður hjá Vørn í seks ár. Hann hevur eisini siglt hjá DFDS og verið stýrimaður og dekkari á fiskiskipi í fleiri ár. Á síni yrkisleið hevur Óli Hans Olsen ognað sær viðkomandi leiðsluroyndir og serstakt innlit í virkisøkið hjá Vørn í tilbúgving, fiskiveiðieftirliti, skiparakstri og fyrisiting. Suðuroyar Sparikassi lækkar rentuna á innlánum uttan uppsøgn, og tí er nú negativ renta galdandi fyri ávís innlán í sparikassanum. Frá 14. apríl lækkar rentan á innlánum uttan uppsøgn hjá privatkundum niður í minus 075 prosent hjá teimum, sum hava meir enn 500.000 krónur standandi í sparikassanum. Suðuroyar Sparikassi sigur, at hesar broytingar verða framdar fyri at viga upp ímóti teimum útreiðslum, sum Suðuroyar Sparikassi hevur av innlánum, umframt tey øktu innlánini, sum Suðuoyar Sparikassi hevur fingið í seinastuni. Suðuroyar Sparikassi sigur, at yvirskipaða gongdin á marknaðunum, og útlitini fyri áhaldandi negativari rentu hjá Tjóðbankanum eisini eru orsøkir til rentulækkingina Millum málini er lógini um almannatrygd og tænastur, eisini nevnd vælferðarlógin, og broytingar í øðrum lógum, sum eru fylgilógir hjá vælferðarlógini. Endamálið við hesi lógini er at greiða nøkur av teimum ivamálum um ábyrgdarbýti, sum hava verið millum land og kommunur, síðani eldraøkið varð lagt út til kommunurnar at umsita í 2015. Landsstýriskvinnan sigur seg við hesum vilja tryggja, at borgarar ikki detta niðurímillum, tí viðurskiftini millum land og kommunur eru ógreið. Hesir borgarar hava havt tilboð um dagtilhald í Havn, men nú verður eisini fyrireikað landsfevnandi dagtilhald uttan fyri høvuðsstaðarøkið, so at fleiri borgarar undir pensjónsaldur við demens kunnu fáa dagtilhald, stendur í lógaruppskotinum. Í langa tíð hava spritt, leiðbeinandi plakatir um at vaska sær um hendurnar og upplýsingar um Corona virus annars sett dám gerandisdagin á Fróðskaparsetri Føroya. Men støðan broytist frá degi til dags. Tiltøkini, sum vit nú seta í verk, eru rættiliga strong, men neyðug, tí vit kenna vandan við einki at gera. Vit mugu gera okkara part at hjálpa til, so tamarhald er á virussinum í Føroyum, sigur Chik Collins, rektari, við Kringvarpið. Seinnapartin í gjár boðaði hann starvsfólki og studentum frá, at so at siga øll onnur viðurskifti kunnu bíða, tí smittuforðandi tiltøkini hava allarfremstu raðfesting á Fróðskaparsetrinum nú. Nú er fremsta raðfestingin á Setrinum at stuðla studentunum at fáa sína undirvísing í tí torføru støðu, sum coronavirusið skapar. Øll starvsfólk hava fingið boð um, at fjarlestur nú skal fáast at virka, har tað ber til í øllum førum til 14. apríl. Øll arbeiðsørindi uttanlands, til 20. apríl, verða eisini avlýst, og virksemi, sum savnar nógv folk, verður somuleiðis avlýst ella útsett. Eisini stendur starvsfólki í boði at arbeiða heimanífrá, um tað ber til. Sum týdningarmikil og stórur stovnur í Føroyum er tað okkara skylda at seta tiltøk í verk, sum byggja á vitan. Vit gera hetta ikki av ótta, men tí vit vita aðrastaðni frá, hvussu ringt tað kann verða, um vit lata standa til, sigur Chik Collins, rektari við Kringvarpið. Fyribils stendur avgerðin við í tvær vikur. Hoyrið samrøðuna her. Hon veit ikki at siga, hvussu verður við Norr nu, tí Norrøna er fevnd av landsins tilbúgving, so landið eigur ta avgerðina, sigur borgarstjórin. Eitt ferðamannaskip, sum annars skuldi koma á Havnina fríggjadagin í næstu viku, hevur fingið boð um, at skipið ikki kann leggja at í Havn. Fyri løtu síðani boðaði Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, frá, at allar havnir í Tórshavnar kommunu verða stongdar fyri útlendskum ferðamannaskipum. Atlantic Airways heldur fram við rutuflúgvingini, sum hon hevur verið seinastu tíðina. Flogfelagið fer sostatt ikki at steðga við ferðafólkaflutningi, sum støðan er nú. Vit hava sett serstakar mannagongdir í verk fyri langari tíð síðani, sigur Jóhanna á Bergi og leggur dent á, at avmarkingar eru umborð og ávísar mannagongdir, tá ferðafólk koma í land. Vit eru ein partur av tilbúgvingini og halda fram at flúgva, so longi sum landsins myndugleikar lova okkum, sigur stjórin í Atlantic Airways. Næstu tvær vikurnar fer føroyska samfelagið niður í ferð. Vit vera meira við hús og minni úti. Tað er fyri at ansa eftir Føroyum, føroyingum og hvørjum øðrum. Heimsheilsustovnurin, WHO, hevur bólkað coronasmittuna sum eina alheimsfarsótt, og uttan um okkum er støðan álvarsom. Í grannalondunum breiðir smittan seg skjótt. Í Føroyum er framvegis tamarhald á støðuni. Tað er hon fyrst og fremst, tí borgarar, vinna og felagsskapir kring alt landið hava fylgt teimum tilráðingum, sum myndugleikar eru komnir við seinastu tíðina. Smittan hevur ikki fingið fastatøkur, og tey smittaðu eru ikki smittað í Føroyum, men uttanlands, segði Bárður á Steig Nielsen. Men í einari álvarsligari støðu sum hesari mugu vit ikki vera bláoygd. Munagóð tiltøk verða sett í verk fyri at forða, at smittan breiðir seg her hjá okkum. Hetta byggir á meginregluna um, at tað er betur at vera fyrivarin enn eftirsnarin. segði hann. Samfelagið fer niður í ferð, men tað steðgar ikki. Víðfevnd tiltøk verða sett í verk, og eg veit væl, at tað kann tykjast øvugt samstundis at vissa fólk um, at tað er tamarhald á støðuni. Átøkini verða sett í verk fyri at tryggja, at støðan ikki versnar, segði løgmaður á tíðindafundinum. Stig eru tikin fyri at tryggja, at kjarnutænasturnar í føroyska samfelagnum kunnu halda fram sum vant. Tað er og verður ríkiligt av mati, goymslurnar eru fullar, og heitt verður staðiliga á fólk um ikki at leggja inn undir seg. Tað er boðskapurin hjá myndugleikunum, til tess at fyribyrgja, at coronavirus, COVID 19, breiðir seg enn meira í samfelagnum komandi tíðina. Her eru tey 10 høvuðstilmælini , sum myndugleikarnir løgdu fram til almenningin, tá tíðindafundur varð hildin í Tinganesi í morgun 4. Tað verða greiðar avmarkingar í mun til at vitja sjúkrahús og røktarheim. Nærri boð koma frá heilsumyndugleikunum og kommununum 5. Skúlaverkið tað er hægri lestur, miðnám og fólkaskúlar letur aftur. Næmingar skulu í tann mun tað ber til fylgja undirvísingini heima. 6. Frítíðarskúlar, forskúlar og onnur dagtilboð lata eisini aftur. Eitt ansingartilboð verður veitt teimum, sum av ymsum orsøkum ikki kunnu passa síni børn. 7. Á almenna arbeiðsmarknaðinum skulu øll tey, ið ikki røkja tær mest viðbreknu samfelagsuppgávurnar, arbeiða heimanífrá. Starvsfólk fáa nærri boð frá leiðslunum. Í sambandi við, at landsstýrið hevur gjørt av at stongja partar av føroyska samfelagnum fyri at verja ímóti covid 19 smittuni, verður ein eyka tíðindasending í sjónvarpinum klokkan 15 . Tummas í Garði, læknastjóri í sjúkrahúsverkinum, Jenis av Rana, landsstýrismaður í skúlamálum, og Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum verða gestir í sendingini. Støðan við COVID 19 smittuni fyllir nógv í tíðindaflutninginum og samfelagnum annars í løtuni. Tí hava vit gjørt av at tilluta ein part av Degi og Viku í kvøld til børnini, har vit millum annað varpa ljós á óttan, ið henda støðan kann elva til millum børn. Talan verður um tilfar við børnum og til børn. Skúlagongdin kring landið steðgar mánadagin, nú landið skal seta ferðina niður næstu tvær vikurnar eftir boðum frá løgmanni, Bárður á Steig Nielsen. Á skúlanum á Fløtum sigur Regin Marnarson, stjóri, at tey skulu skipa fyri, at summir næmingar kunnu koma í skúla. Tað merkir millum annað, at vit mugu eyðmerkja, hvørji børn ikki kunnu vera heima næstu tíðina, sigur stjórin. Til dømis kann talan vera um foreldur, sum bæði arbeiða í heilsuverkinum, stakir uppihaldarar ella fólk, sum ikki kunnu arbeiða heimanífrá. Vit skulu skipa eitt tilboð til teirra, sum ikki hava møguleika fyri at vera heima, sigur Regin Marnarson, og so hevur leiðslan eisini umrøtt møguleikan at geva teimum næmingum, sum eru heima uppgávur. Her hugsar hann serliga um hádeildina, sum hevur próvtøkur fyri framman. Í gjár boðaði Hondbóltssamband Føroya frá, at allir hondbóltsdystir í øllum deildum komandi tvær vikurnar verða útsettir, og HSF mælir samstundis feløgunum til at avlýsa allar venjingar sama tíðarskeið. Og nú heitir ÍSF á øll sersambondini um at gera tað sama. Í fráboðanini skrivar ÍSF, at venjingar, dystir, kappingar og annars øll tiltøk í føroyska ítróttaheiminum bæði innandura og uttandura eiga at steðga fyribils í tvær vikur í øllum deildum og aldursbólkum. Føroyskur ítróttur skal undir ongum umstøðum verða ein smittukelda. Við at steðga á nú, bindur føroyski tróttaheimurin um heilan fingur og er við til at basa smittuni, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, ÍSF forseti. Í Fótbóltssambandi Føroya verður støðan viðgjørd í løtuni, men í samrøðu við útvarpið sigur Christian Andreasen, FSF forseti, at FSF ætlar sær at fylgja tilmælinum. Hetta merkir í fyrstu atløgu, at landskappingin hjá monnum, sum skuldi byrja sunnudagin, verður útsett í fyribils tvær vikur. Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, boðaði fyri løtuni síðani frá, at , at formansskapurin hevur gjørt av at fylgja almennu tilmælunum, og tí verður tingarbeiðið verður lagt stilt í 14 dagar. Løgtingsformaðurin heitti á tingfólk um at nýta vit og skil, so tey kunnu verða tøk, um neyðugt verður at hava tingfund, áðrenn teir 14 dagarnir eru farnir. Smærri børn skulu vissast um, at tey vaksnu vita, hvat tey gera. Finn útav, hvat tey hugsa um, svara spurningum og minnist til at tosa við tey útfrá aldrinum, sum tey eru í. Foreldur mugu ikki ivast ella seta spurnartekin við støðuna framman fyri børnunum, tí tey hava tørv á at vita og líta á, at tey vaksnu vita, hvat tey gera. Í grundini ivast vit øll í løtuni, men tað er av størsta týdningi, at vit ikki vísa børnunum okkara iva, so børnini kunnu kenna seg trygg, sigur Kathrina L. Holm, sálarfrøðingur. Hon mælir eisini til at lesa um COVID 19 saman við teimum størru børnunum. Latið ikki børnini sita fyri seg sjálvi og lesa um støðuna á netinum, eru boðini frá sálarfrøðinginum. Egon Joensen er 48 ár og útbúgvin búskaparfrøðingur, cand.oecon. Hann hevur starvast sum fulltrúi í Fíggjarmálaráðnum seinastu sjey árini. Egon Joensen tekur við stjórastarvinum, eftir at Snorri á Bøgarði, sum fyri trimum vikum síðani fekk boðið starvið, avgjørdi ikki at taka av. Í útvarpstíðindunum á middegi segði Christian Andreasen, FSF forseti, at ætlanin var at fylgja tilmælinum frá ÍSF um at steðga øllum ítróttaligum virksemi í fyribils tvær vikur. Landið eigur at geva greið boð til bæði Atlantic Airways og SAS um at steðga allari óneyðugari flúgving. Tað sigur Sambandstingmaðurin, Johan Dahl. Avgjørt er, at hurðarnar verða læstar, og bara vitjandi, veitarar og onnur, sum hava alneyðug ørindi hjá SEV, fáa atgongd eftir avtalu. Harumframt eru starvsfólk biðin um, so vítt gjørligt, at arbeiða við hús, og har hetta ikki er ein møguleiki, eitt nú á elverkunum, eru broytingar gjørdar í arbeiðsbýti og vaktarskipanum fyri at tryggja elveitingina. Av innanhýsis tiltøkum hevur SEV millum annað avlýst alla ferðing og skeiðsvirksemi, kantinurnar eru stongdar, og fundarvirksemið verður avgreitt elektroniskt, skrivar SEV. Sambært ferðafólkunum, sum vit hava tosað við, vórðu ferðafólk í trimum stólarøðum í flogfarinum hildin aftur í flogfarinum, meðan hini sluppu í land. Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis og mentamálum, hevur gjørt av, at allir næmingar í fólkaskúlanum skulu vera heima við hús skjótast til ber, og í seinasta lagi frá mánadegnum 16. mars. Fyribils skulu næmingarnir vera heima í tvær vikur. Landsstýrismaðurn sigur, at í hesi serstøðu, sum allur heimurin er komin í, verður neyðugt, at ávís starvsøki halda fram ótarnað. Her er talan millum annað um heilsuverkið, eldraøkið, løgregluna, tilbúgvingina og innan ávísar vinnur. Hesi starvsfólk mugu røkja sínar arbeiðsligu skyldur, og hetta kann hava við sær avbjóðingar viðvíkjandi ansing. Skúlarnir og frítíðarskúlarnir hava tí opið fyri teimum børnum, sum ganga í forskúla, 1., 2. og 3. flokki, har eingin onnur ansing er møgulig. Hetta er ein serskipan til tey børn, hvørs foreldur røkja kjarnutænastur og ongan møguleika hava fyri ansing annars. Hesi foreldur mugu venda sær til skúlaleiðsluna, sigur Jenis av Rana. Harafturat fara skúlaleiðslurnar at seta fyriskipanir í verk, so undirvísingin við tøkniligum hentleikum kann halda fram so væl sum gjørligt, hóast næmingarnir eru heima. Hetta er serliga galdandi fyri hádeildina og tey, sum skulu til próvtøku, sigur landsstýrismaðurin í uttanríkis og mentamálum. Síðani tíðindini bórust fyrrapartin, um at ein stórur partur av føroyska samfelagnum letur aftur næstu 14 dagarnar, hava nógv fólk verið til handils, eisini í Keypsamtøkuni í Hoyvík. Finn Nielsen, stjóri í FK, sigur, at í dag hava hava tey serliga selt vesi pappír, pasta, rís og ger. Hann sigur, at tað er nóg mikið av vørum at fáa. Vanligir tættir eru tiknir av skrá í Nón í dag, og vit ringja til onkrar fyriskiparar av mentanartiltøkum, sum kunnu greiða frá, hvat hendir næstu vikurnar, nú støðan er sum hon er í landinum. Tað eru nógv onnur mentanartiltøk enn tey, vit hava umrøtt her, sum eru ávirkað av støðuni, so tað er bara at fylgja við á heimasíðum og lurta eftir kunngerðum. Persónurin, sum í dag hevði sjúkueyðkenni í flogfarinum hjá Atlantsflogi úr Keypmannahavn, er nú í sóttarhaldi, upplýsir Lars Fodgaard Møller, landslækni. Ferðafólk, sum sótu á frammanfyri og aftanfyri viðkomandi í flogfarinum, eru farin til hús. Men vísir tað seg, at persónurin er smittaður, seta myndugleikarnir seg í samband við tey, so tey eisini kunnu fara í sóttarhald, sigur Lars Fodgaard Møller. Niels Mortensen, nevndarformaður í Atlantsflogi, sigur, at tað stendur til politikararnar at gera av, um Atlantsflog skal halda fram við handilsligari flúgving ella ikki. Filmurin Emma , eftir fotografinum og debut leikstjóranum Autumn De Wilde, heldur seg tó til eina meira klassiska forteljing, har ein røð av ungum sjónleikarum sleppa at royna seg í einum sonevndum kostum dramady. Síðani Stephen King gav sína fyrstu skaldsøgu, Carrie, út í 1974, eru hansara mongu ritverk vorðin tillagað til film og sendirøðir meir enn 80 ferðir. Í ár kom so sendirøðin The Outsider út, ið er ein tillaging av skaldsøguni við sama heiti frá 2018. Tað er Richard Price, , sum hevur gjørt sendirøðina, og tað er Ben Mendelsohn, sum bæði hevur framleitt og hevur høvuðsleiklutin í The Outsider . Nýggja ambitiøsa sendirøðin hjá Danmarks Radio, N r støvet har lagt sig , sum snýr seg um eitt yvirgangsálop á danskari jørð, roynir at blanda allar tríggjar sjangrurnar saman í eina sendirøð. Tað er rithøvunda greipan, Dorte Høgh og Ida Maria Ryd n, sum hava skapt sendirøðina, og higartil hava 6 av 10 pørtum verið at sæð á DR1. Jane Austin er aftur og aftur tillagað til film, hesaferð er tað skaldsøgan Emma , sum er gjørd til film við sama heiti, og Anya Taylor Joy spælir høvuðsleiklutin sum Emma. Síðani hava vit aftur eina Stephen King tillaging, í hesum føri The Outsider , ein sendirøð í tíggju pørtum, ið byggir á bókina við sama heiti eftir Horror konginum sjálvum. Og síðst hava vit donsku spennings drama sendirøðina N r støvet har lagt sig , ið tekur støði í lagnunum hjá átta fólkum áðrenn og aftaná eitt yvirgangsálop í Keypmannahavn. Tað kann hava óhepnar avleiðingar fyri fólk, sum høvdu ætlað sær av landinum, áðrenn coronasmittan fór at herja, og sum mugu lata vera við at ferðast Og tær viðgerðirnar vera eftir øllum at døma framvegis framdar, hóast danska heilsuverkið er hart rakt í hesum døgum. Tað sigur Tummas í Garði, læknastjóri í dag. Men tá ið umræður corona sjúklingar, so skulu føroyingar vænta at standa einsamallir við uppgávuni, og tað hava vit førleikar og tól til, sigur Tummas í Garði, sum kortini vísir á, at vit megna ikki fleiri hundrað intensivar sjúklingar samstundis, men umleið 20. Tá ið tíðindafundur var í Danmark í gjárkvøldið, fekk tað danir og føroyingar við, at stórleypa út í handlarnar at keypa sær vørur niðurfyri. Sangirnir eru Eg uttan teg Bárður á Lakjuni Welcome To The Night Asyllex Veit væl at tú veit tað væl Leiðland Say Mark The Messenger Corona hoyra vit nógv um í hesum døgum. Hvussu ávirkar corona børnini Og hvat gera tey Børn siga sína hugsan. Elin Dagbjartsdóttir Neshamar og Jonna Fritsdóttir Mortensen leggja til rættis. Í Depotinum hesaferð tosa vit millum annað um sendirøð troyttleika, yvirdrivið diffust danskt drama, Stephen King Cinematic Univers, Kostum drama og sjálvandi Ole Bogart Michelsen og Max von Sydow. Løgmaður segði í Degi og Viku í kvøld, at føroysku myndugleikarnir hava sett Danmark á reyðalista. Samstundis segði Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi, við Dag og Viku, at Atlantsflog framyvir ikki tekur ímóti ferðafólki úr reyðum økjum. Tað merkir allarhelst, at ferðafólk úr Danmark sum nú er eitt reytt øki sleppa ikki við Atlantsflog til Føroya frá í morgin at rokna. Johanna á Bergi sigur í kvøld, at tey skulu á fund við fíggjarmálaráðharran í morgin fyrrapart, og tá verður støða tikin til, hvat skal henda við ferðafólkunum úr Danmark, sum hava pláss umborð á Atlantic Airways í morgin. Vit vita ikki enn, hvat hetta merkir fyri okkara ferðandi, men tey mugu bara bíða eftir boðum, sigur Johanna á Bergi, sum kortini ger greitt, at føroyingar sleppa úr Føroyum kortini sum vant. Í morgin standa trý flogfør til at koma úr Danmark. Tað fyrsta lendir sum nú er beint eftir klokkan 12 í morgin. Eisini er eitt flogfar, sum kemur úr París í morgin og eitt úr Keflavík. Heilsumálaráðið kunnar í morgun um, at ein føroyingur aftrat er smittaður við COVID 19 corona virusinum. Hetta varð staðfest í seint í gjárkvøldið, sigur Heilsumálaráðið í tíðindaskrivi. Talan er um ein persón, sum hevur verið í Danmark og kom til Føroya mánadagin við flogfari. Smittaði persónurin hevur tað gott og er í løtuni avbyrgdur heima við hús. Landslæknin er farin í gongd við at kanna nærri, hvørjir persónar smittaði føroyingurin hevur verið í samband við. Kanningin fer at avgera, hvørjir aðrir persónar skulu avbyrgjast. Tað vórðu gjørdar 24 kanningar í gjár, og tann eina var positiv. Í løtuni eru í alt tríggir føroyingar smittaðir, sigur Heilsumálaráðið í tíðindaskrivi. Heilsuverkið fer nú at kanna fleiri fólk fyri coronasmittu í eini roynd at vita, um coronasmittan er í umferð í Føroyum, uttan at vit eru varug við tað. Í hesum tíðum skulu vit ikki leggja hond á kistuna til jarðarferðir. Tað sigur fólkakirkjan í skrivi, sum er undirskrivað av Una Næs, dómprósti, og Jógvani Fríðrikssyni, bispi. Talan verður ikki um at avlýsa jarðarferðir, men tilmælið um, at vit ikki skulu vera fleiri enn 100 fólk á sama stað, ávirkar eisini jarðarferðir, siga bispur og dómpróstur. Umframt ikki leggja hond á kistuna, mæla teir eisini frá at taka í hondina á teimum avvarðandi, og kirkjan fer at nýta prentað ørk í staðin fyri sálmabøkur, eins og fólk skulu halda eina ávísa frástøðu. Tí hóast tilmæli um at vera varin í almenna rúminum, vil kirkjan vera saman við fólkinum í góðum eins og í avbjóðandi løtum, sigur bispur og dómpróstur. Hetta er ómetaliga hugstoytt, tí hetta skuldi vera seinasta kappingin av sínum slag. .Haraftart hava vit lagt ómetaliga nógva orku í hana. Seint hóskvøldið fekk eitt av starvsfólkum kommununnar fráboðan frá Landslæknanum um, at viðkomandi varð blivin testað positiv við COVID 19 smittuni. Talan er um eitt starvsfólk í Mylnuhúsinum, sum er ein av dagstovnum kommununnar. Viðkomandi hevur verið uttanlands, og var heima aftur mánadagin. Viðkomandi var til arbeiðis týsdagin, men hevur í síðani verið heima. Eftir tilmæli frá lækna hevur kommunan kunnað øll starvsfólk og foreldur á viðkomandi stovni um støðuna og hevur heitt á tey um at halda seg heima. Frammanundan hesum hevði borgarstjórin í tráð við tiltøkini, sum landsmyndugleikarnir settu í verk hósdagin givið øllum starvsfólkum kommununnar boð, frá í dag, fríggjadagin, um í mest møguligan mun at arbeiða heimanífrá. Kommunan tekur hetta í størsta álvara, og tí settu vit eisini 12 átøk í verk í gjár til tess at verja ímóti hesi smittu, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri. Mint verður á, at borgarar kunnu seta spurningar, sum viðvíkja teimum átøkum, ið Klaksvíkar kommuna hevur tikið í samband við COVID 19, í boðklivanum á facebook síðu kommunnar, sigur Klaksvíkar kommuna í tíðindaskrivinum. Í gjárkvøldið varð ein tilburður aftrat av COVID 19 staðfestur í Føroyum. Talan var um eitt ferðafólk, sum kom við seinasta flogfari í Vágar mánakvøldið 9. mars. Í hesi løtu sita fólk hjá landslæknanum og ringja til ferðafólk, sum vóru við hesum flogfari hjá Atlantic Airways úr Kastrup til Føroya. Hon var til arbeiðis á dagstovninum týsdagin, og tí hevur Klaksvíkar kommuna nú sent øll starvsfólkini og børnini á dagstovninum til hús við áheitan um at halda seg heima. Nú er greitt, at ferðafólkið í flogfarinum hjá Atlantsflogi úr Keypmannahavn seinnapartin í gjár, sum varð hildið aftur á flogvøllinum, er ikki smittað við coronavirusi. Pressan velur tríggjar vegir inn í almenna rúmið hvør retorikkur verður brúktur í almenna rúminum, hvussu við øllum tølunum, sum hurra runt og hvussu broytist okkara atferð. Gestir Árni Gregersen, journalistur, Katrin Petersen, journalistur, Ivan Niclasen, kringvarpsstjóri. Dánial Hoydal, retorikari, Regin Reinert, hagfrøðingur og Tóra Petersen, sálarfrøðingur. Við tøknipultin Øssur Egholm Lagt til rættis Øssur Winthereig Skipað verður fyri neyðtilbúgving næstu 14 dagarnar, og bara sager af samfundskristisk betydning, sum tað verður orðað, verða viðgjørd. Teirra millum eru grundlógaravhoyringar. Ákærar fara í mestan mun at arbeiða heima við hús næstu 14 dagarnar, men teir skulu møta á neyðugum rættarfundum. Neyðtilbúgvingin hjá ákæruvaldinum kemur í gildi í dag. Føroya rættur hevur eisini sett neyðtilbúgving í verk, sum kemur í gildi mánadagin.Hon verður í gildi fyribils til 30. mars. Bara fá revsimál og mál, sum verða mett at hava skund, verða viðgjørd í rættinum. Strandfaraskip Landsins taka nú avleiðingarnar av støðuni við coronasmituni, og Bygdaleiðir gevast at koyra fyribils frá í dag til 30. mars. Atgerðir og trygdartiltøk taka støði í fyrivarni, ið skulu tryggja, at vit hava manningar, bussførarar og aðrar lyklapersónar tøkar. Verður ein smittaður, skulu øll í nærumhvørvinum í karantenu, og tað kann hava við sær, at allar ferjur og bussar verða tikin úr dagliga rakstrinum í óavmarkaða tíð, sigur Strandferðslan. Flogfarið, sum skuldi fara úr Vágum til París, klokkan 12 30, er avlýst. Samstundis er heimferðin úr París til Vágar í kvøld eisini avlýst. Leiðslan í Atlantic Airways fór fyrrapartin á fund við Fíggjarmálaráðið at taka støðu til, hvat skal henda við ferðafólkunum úr Danmark, sum hava pláss umborð á Atlantsflogi í dag. Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, sigur í stuttari viðmerking, at tey framvegis fundast við myndugleikarnar um, hvussu tey skulu tolka støðuna, eftir at myndugleikarnir í gjárkvøldið settu Danmark á reyðalista. Eitt flogfar hjá SAS úr Kastrup Floghavn skuldi væntandi lenda í Vágum nú klokkan 12 20, og um tvey tíðina lendir eitt flogfar hjá Atlantic Airways úr Kastrup. Í kvøld væntast eitt flogfar úr Keypmannahavn. Spurdur, um semingsuppskotið leggur upp fyri serligu støðuni á heilsuøkinum, í sambandi við coronasmittuna, svarar Terji Sigurðsson, semingsmaður, nei. Konfirmatiónirnar, sum skuldu verða í vár, eru fyribils útsettar til september, og næstu vikurnar verða dópur, vígsla og jarðarferð skipað øðrvísi enn vanligt. Fólk, sum kenna seg sjúk, halda seg vera, ella hava verið í smittuvanda, skulu ikki venda sær til Klaksvíkar sjúkrahús, men heldur ringja til sín kommunulækna. Tað minnir Alexandra á Dul, stjóri á Klaksvíkar sjúkrahúsi, á, nú tað er greitt, at ein kvinna, sum hevur fingið staðfest COVID 19 smittuna, er námsfrøðingur í Mylnuhúsinum í Klaksvík. Kvinnan, sum fekk staðfest smittuna í gjárkvøldið, var til arbeiðis á dagstovninum týsdagin, og tí hevur Klaksvíkar kommuna nú sent øll starvsfólkini og børnini á dagstovninum til hús við áheitan um at halda seg heima. Vaktarfólk á Smyrli hildu í gjárkvøldið 16 ferðafólkum aftur, sum ætlaðu sær til Suðuroyar við Smyril, tí tey vóru komin við flogfarinum úr Danmark. Meðan ferðafólkini vórðu hildin aftur, ráðførdi Strandferðslan seg við kreppuráðið og landslæknan um, hvussu tey skuldu bera seg, men boðini vóru, at ferðafólkini kundu fara umborð á Smyril. Akstovan hevur í dag stongt avgreiðsluna til tess at byrgja fyri coronasmittu. Tað kemur dátt við hjá bilasølunum, sum ikki fáa skrásett nýggju bilarnar. Tað átti at borið til at avgreiða nýggjar skrásetingar uttan at seta starvsfólk í smittuvanda, heldur Rúni Djurhuus, stjóri í P f Wenzel. Hesi átøk merkja í høvuðsheitum, at Landssjúkrahúsið fer at raðfesta viðgerðir til tey, sum hava størsta tørvin. Og allar aðrar viðgerðir og kanningar vera útsettar. Sjúkrahúsini eru ein høvuðsæðr í tilbúgvingini í Føroyum, og tí hevur leiðslan tikið øll ráðilig stig til tess at forða fyri, at sjúklingar og starvsfólk á Landssjúkrahúsinum verða smittað av coronavirusinum, sigur Landssjúkrahúsið í tíðindaskrivi. Átøkini hava longu fingið avleiðingar fyri sjúklingar, og tey fara at ávirka tænastuna á sjúkrahúsinum fyribils næstu tvær vikurnar. Frá mánadegnum verða mest sum allar planlagdar skurðviðgerðir útsettar, sum ikki eru bráðfeingis. Tó verða allar krabbameinsviðgerðir og kanningar framdar sum vanligt. Støða er tikin til, at øll medisinsk ambulatorii lata aftur frá mánadegnum og næstu 14 dagarnar. Í staðin verða serstøk ambulatorii latin upp til teir sjúklingar, ið ikki kunnu bíða við at koma til kanningar ella viðgerð. Læknarnir seta seg í samband við allar sjúklingarnar, sum verða ávirkaðir av hesum, og meting verður gjørd av tørvinum í hvørjum einstøkum føri. Fyri at avmarka smittuvandan verða blóðroyndir og EKG bara tikin av teimum, sum skulu til viðgerð hjá serlækna á sjúkrahúsinum, skrivar landssjúkrahúsið á heimasíðu síni. Longu á midnátt verður flogferðslan til og úr Føroyum munandi skerd, tá Atlantsflog steðgar at flúgva til Bergen, Reykjavík, Edinburgh og París. Flogferðslan til og úr Danmark verður eisini munandi avmarkað. Flúgvingin er fyrst og fremst ætlað heilsustarvsfólkum, føroyingum, ið starvast uttanlands og teimum, sum røkja týðandi samfelagsligar uppgávur, eitt nú í sambandi við tilbúgving. Bráneyðugur sjúkraflutningur heldur fram sum vant. Allir føroyingar, sum búgva í Føroyum og eru staddir uttanlands, eiga at koma heim sum skjótast. Tað mælir løgmaður staðiliga til í tíðindaskrivi. Øll tey, sum koma til Føroyar, verða biðin um at fara í sóttarhald í 14 dagar. Vegleiðing frá landslæknanum verður latin øllum ferðafólkum, ið eru á veg til Føroyar. Mannagongdir eru settar í verk á flogvøllinum í Vágum, ið minka um smittuvanda. Einans ferðafólk og starvsfólk hava atgongd til farstøðina. Hondviðføri er avmarkað. Eg vil enn einaferð gera vart við, at tað er sera týdningarmikið, at øll ferðafólk, ið koma til Føroya, vísa størsta varsemi og halda seg heima í 14 dagar fyri at minka um smittuvandan. Í Føroyum er framvegis tamarhald á støðuni. Okkara uppgávu er í stuttum, at vit øll skulu gera okkara til, at heilsuverkið ikki verður sett undir ov stórt trýst. Støðan broytist alla tíðina, og vit fylgja gongdini neyvt, vísir løgmaður á. Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Heilsuhjálparafelagið hava samráðst um nýggjan sáttmála síðani í oktober í fjør. Partarnir hava verið saman alla hesa vikuna. Tá ið vit hoyra nógv um corona í miðlunum, ávirkar tað okkum øll. Vit gerast bangin og ótrygg, og vit fara at stúra. Hvussu skulu vit hugsa Hvat skulu vit siga við børnini Hvat er best at gera, nú gerandisdagurin er broyttur vit skulu ikki svara børnunum, at hatta er onki at verða bangin fyri tí er man bangin, er man bangin, sigur Kathrina Lindenskov Holm, um spurningin hvat man skal svara, tá ið børn hava spurningar um corona. Marjus Dam, formaður í Kommunulæknafelagnum, heldur, at avgerðin, at avmarka flogferðsluna, er skilagóð. Tað er eisini umráðandi, at fólk, sum koma hendanvegin við flogfari, sjálvi fara í sóttarhald. Fyri at sleppa undan coronasmittuni eru hýruvognarnir givnir við koyringini til flogvøllin, samstundis er eingin koyring av eldru borgarunum fyri Tórshavnar Kommunu. Fyri at fyribyrgja at coronasmittan rakar tey eldru, steðgar heimatænastan í Vágum øllum vitjanum. Tey avvarandi hava tikið væl ímóti ætlanunum, sigur leiðarin. Eitt starvsfólk í einum barnagarði í Klaksvík hevur fingið staðfest coronasmittuna, og tískil hevur kommununan heitt á foreldur og starvsfólk um at halda seg heima. Vágaportalurin hevur gjørt eina uppgerð, sum vísir, at í størsta skúlanum í landinum, Skúlanum á Fløtum, møttu 13 av 750 næmingum í skúla í fríggjadagin. Jenis av Rana, landsstýrismaður segði í boðunum til fólkaskúlarnar hósdagin, at teir skjótast gjørligt og í seinasta lagi mánadagin, skulu biðja næmingarnar halda seg heima. Tað var ikki nóg gott, at Almannamálaráðið ikki var umboðað til tíðindafundin í Tinganesi, tá ið landsstýrið greiddi frá tiltøkum í sambandi við corona smittuna. Tað sigur Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum. Stjórin í Almannaverkinum sigur, at fyri brúkararnir hjá Almannaverkinum er vantandi kunningin frá politiska myndugleikanum um støðuna hjá teimum, við til at skapa ørkymlan um, hvat nú skal henda. Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna sigur í stuttari viðmerking, at almannaøkið sjálvandi átti at verið betur umrøtt á tíðindafundinum, og serstakliga umstøðurnar í Trivnaðardeplinum, sum varðar av bú og virknistilboðum til fólk við breki. Landsstýriskvinnan heldur tó, at Almannaverkið hevur megnað væl at kunnað um, hvørji tiltøk eru sett í verk, og hvat fer at henda á økinum komandi vikurnar á fleiri ymiskum miðlapallum. Tá samanumkom stóðu ikki so nógvir bilar eftir á bryggjuni. Ferðafólkatalið á Teistanum og Sam er eisini avmarkað til 100 fólk. Strandferðslan hevur eisini steðgað allari koyring hjá Bygdaleiðum til 30. mars. Allar gudstænastur eru avlýstar, men tað sama kann ikki gerast til jarðarferðir. Tí heitir bispur á fólk um at umhugsa, um tað er neyðugt at fara til jarðarferðir. Tað sleppa bara 100 fólk til jarðarferðir, og tí er neyðugt at tryggja, at pláss er til tey avvarðandi, sigur Jógvan Fríðriksson. Sunnuva Háberg Eysturstein hevur havt Sirkus í miðbýnum í 10 ár. Hesa tiðina hevur hon ofta upplivað, at DJ arar, sum hava diskað í Sirkus, hava havt trupulleikar við at brúka útgerðina. Hetta ætlar Sunneva sær at gera okkurt við. í morgin, leygardag 14. mars klokkan 12 skipar hon fyri skeiði í ljóðtøkni. Upprunaliga skuldi skeiðið verða í Reinsaríinum, sum tað verður sagt í innslagnum, men tað er nú broytt til at verða í Sirkus. Øll, sum hava áhuga, kunnu verða við, bæði kvinnur og menn. Sunneva er serliga glað, tí nógvar kvinnur hava teknað seg. Sunneva er sjálvlærd innan tøkni. Førleikan hevur hon nomið sær gjøgnum Sirkus og Undirbeat, sum var fyri nøkrum árum síðani. Rúni Nielsen greiðir leysliga frá um hesar smakkingarnar, umframt at hann greiðir frá sínum starvi, har hann ferðast nógv til hini norðurlondini. Men nú, corona sóttin ger um seg, er tað heldur trupult at ferðast. Fyri ein part fær Rúni tó arbeitt heimanifrá. Men hann gleðir seg í øllum førum til whiskysmakkingina hjá Einmalt. Norðmalt skipar fyri smakking um vikuskiftið. Sum við øðrum tiltøkum nú um dagarnar, taka whiskysmakkarar sama fyrilit til smittuvandan, tað vil sigaspritta hendurnar, halda frástøðu til hvønn annan og so framvegis. Úrslitið av teimum í alt 100 kanningunum, sum vórðu gjørdar í gjár, vísir, at seks føroyingar afturat hava fingið staðfest coruna virusið. Hetta hendir, eftir at trýstið á bæði læknavaktina 1870 og corona linjuna hevur verið so stórt seinastu dagarnar, at tað hevur verið trupult hjá fólk við bráðfeingis sjúkum at sleppa framat og fáa samband við lækna. Í Tabor á Toftum hava tey góðar royndir við at senda síni møti beinleiðis á netinum, og tí hevur Trúboðin gjørt avtalu við Tabor, sum hevur við sær, at møtini úr Tabor síggjast og hoyrast á heimasíðuni hjá Trúboðanum. Um somu tíð mælti Føroya løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, føroyingum, sum búgva í Føroyum, men eru staddir uttanlands, til at koma til Føroya so skjótt sum til ber. Tey, sum hava spurningar viðvíkjandi heimferð til Føroya skulu venda sær beinleiðis til Atlantic Airways, og tað kann eisini vera hent at venda sær til sítt tryggingarfelag, sigur uttanríkismálaráðið. Rektarin sigur eisini , at tá tey fóru úr Føroyum var Portugal grønt, men meðan tey vóru í landinum broyttist vandastøðan til appilsingult. Atlantsflog fer nú bara at flyta føroyingar heim. Týsdagin steðgar øll flúgving, sum ikki er alneyðug, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri. Næstu dagarnar eru fyrsta og einasta uppgávan hjá flogfelagnum at fáa føroyingar, búsitandi í Føroyum, men staddir uttanlands heim sum skjótast. Men tað hevur tað við sær, at tey, ið veruliga hava tørv á læknahjálp, ikki fáa samband við lækna, tí fólk við spurningum um covid 19 ringja so nógv. Eisini við spurningum, sum svar kann fáast uppá á heimasíðuni hjá heilsumálaráðnum, sigur Marius Dam, formaður í Kommunulæknafelagnum. Marjus Dam, formaður í kommunulæknafelagnum segði við Kringvarpið fyrr í dag, at 1870, sum er bráðfeingistelefonlinjan hjá kommunulæknum, er um at hokna undan stóra trýstinum, sum er í dag. Hevur tú spurningar um corona skalt tú tí helst ikki ringja 1870, tí hendan telefonin er bert ætlað fólki, sum hava bráðfeingis tørv á lækna. Tað kunnu vera ferðafólk í Føroyum, sum av ymiskum orsøkum ikki eru dagførd um støðuna. Til dømis, um tey eru komin úr londum, sum ikki hava nógvar tilburðir. Tað er tí umráðandi, at føroyingar, ið hava gestir úr útlondum, syrgja fyri, at teirra gestir eru dagførd um støðuna, skrivar Visit Faroe Islands í tíðindaskrivi í dag. Visit Faroe Islands skrivar eisini, at meira kunning fæst við at venda sær til flutningsfelagið, sum viðkomandi er komin til Føroyar við. SAS hevur rutuflúgving til Føroya, tað vil siga, at eitt flogfar um dagin frá SAS lendir í Vágum, tó undantikið leygardag. SAS flýgur sum vanligt, sum støðan er nú, sigur Christoffer Meinert, kunningarstjóri hjá SAS við útvarpið, hoyr samrøðuna her. Sum nú er gera vit ongar broytingar í rutunetinum til Føroya. Tað er tó ein trupul og avbjóðandi støða fyri SAS, tí umframt coronasmittuna, hevur Danmark eisini stongt sínar landagrensur, og tí tillaga vit okkara virksemi leypandi, sigur Christoffer Meinert. Hann sigur víðari, at tað er framvegis eftirspurningur eftir at koma til Føroya, og so leingi tað er tað, so flýgur SAS sum vant. Tað kann tó skjótt broytast, tí er eingin eftirspurningur, so gevur heldur ikki meining at flúgva hvørki fíggarliga ella tá hugsað verður um umhvørvi, sigur Christoffer Meinert. Viðvíkjandi atlitum til coronasmittu sigur Christoffer Meinert, at tey fylgja leypandi tí, sum myndugleikarnir siga. Víðgongda avgerðin um at steingja landamørkini í Danmark fyri at forða fyri corona smittu, er ikki tikin eftir viðmæli frá heilsumyndugleikunum. Tað segði stjórin í heilsustýrinum í Danmark nú seinnapartin, tá ið ein tíðindafundur var í Keypmannahavn um tiltøk hjá myndugleikunum í sambandi við corona smittuna. Tað er púra greitt ein politisk avgerð, sum vit virða, segði Søren Brostrøm, stjóri í heilsustýrinum á tíðindafundinum, sambært DR. Tað var á middegi í dag danska tíð, at landamørkini vórðu stongd í Danmark. Tað merkir, at frá nú av skalt tú hava eina góða orsøk ella eina viðurkenda orsøk til at sleppa inn í Danmark. Fyri føroyingar hevur støðan í Danmark onga ávirkan á føroyingar. Tað segði Jenis av Rana, uttanríkisráðharri í Degi og Viku í gjár. Harumframt eru eisini aðrar ásetingar komnar við í semjuna, har ímillum nýtt endastig til heilsuhjálparar, vaktargjald fyri brotnar vaktir, hægri praktikvegleiðaraviðbót og at øll tímalønt nú hava rætt til eftirløn frá arbeiðsgevaranum. Partarnir hava eisini gjørt avtalu um at gera eina kanning av setanarviðurskiftunum hjá heilsu og heimahjálparum, millum annað at kanna um grundarlag er fyri, at heilsu og heimahjálparar kunnu verða settir í starv við hægri setanarbrøki fullum setanarbrøki. Flogferðsla Atlantsflog flýgur fólk heim komandi dagarnar, men týsdagin verður flogferðslan sett niður á næstan einki. Bert heilsustarvsfólk og onnur við átroðkandi ørindum sleppa tá at flúgva við Atlantsflogi. Hoyr her, hvat Jóhanna á Bergi sigur um flúgvingina. SAS flýgur sum vant. Kunningarstjórin sigur, at so leingi eftirspurningur er eftir at koma til Føroya, heldur flúgvingin fram. Tað merkir áleið seks flogfør um vikuna, hvønn dag uttan leygardag. Helgi Abrahamsen sigur í stuttari viðmerking til áhaldandi rutunetið hjá SAS, at tá allir føroyingarnir eru komnir heim, verður støða tikin til kommersiella flúgving. Sóttarhald Ferðandi sum eru komin heim seinastu dagarnar, skulu í heimasóttarhald. Tað merkir, at tey skulu halda seg til sína familju einans. Tað merkir, at tey skulu halda seg til bústaðin har familjan er. Tann persónurin skal halda seg á matriklinum. Tann skal ikki hava vitjandi ella fara at vitja fólk, ikki fara út at ganga ella annað og skal hugsa nógv um reinføri heima. Hini í familjuni, sum eru í sama húsi sum tann í sóttarhaldi, kunnu fara til arbeiðis og liva vanligt annars. Fær tann í heimasóttarhaldi staðfest corona, so verður familjan eisini sett í sóttarhald og kannað fyri corona. Um so er, at tann í heimasóttarhaldið livir saman við einum persóni, sum er serliga útsettur tað verið seg eldri fólk, sjúk ella fólk við niðursettari immunverju so skal sóttarhaldið ikki gerast á tí matriklinum men aðrastaðni. Bjarni á Steig, yvirlækni, greiðir frá, hvussu fólk skulu gera, um tey eru í sjálvbodnum sóttarhaldi við hús. Spurningar og ivamál um Corona Um so er, at tú hevur illgruna um, at tú hevur corona, so skalt tú ringja til tín kommunulækna ella til 1870. Men støðan hjá bráðfeingistelefonini 1870 er nú tann, at sera nógv fólk ringja inn við spurningum um corona. Tað kann viðføra, at fólk, sum hava bráðfeingis tørv á at fáa fatur í læknanum ikki sleppa ígjøgnum, sigur Marjus Dam, formaður í kommunulæknafelagnum. Tí skalt tú fara inn á heimasíðuna fyri at síggja fleiri upplýsingar um corona smittuna, og hvussu tú skalt fyrihalda teg. Um tú ert uttanlands Um tú ert uttanlands og skal heim nú, so skalt tú byrja við at tosa við tína ferðaskrivstovu, sum tú hevur brúkt til ferðina. Harnæst kanst tú ringja til Atlantsflog ella SAS. Eisini kunnu fólk við spurningum venda sær til Borgaratænastuna hjá Uttanríkis og Mentamálaráðnum á tel 298304020. Kunningin frá Uttanríkis og Mentamálaráðnum er her. Kunning til føroyingar uttanlands. Coronasjúklingar í Føroyum. Tað eru í dag staðfestir 10 tilburðir av coronasmittu í Føroyum. Tað hevur millum annað við sær, at Kringvarpið er stongt fyri gestum, sum ikki hava nakran leiklut í aktuella tíðindaflutningum. sigur stjórin, Ivan Hentze Niclasen. Móttøkan verður stongd, og teir fáu gestirnir, sum koma á gátt í samband við aktuella tíðindaflutningin, verða læstir inn av avvarðandi tíðindafólki. Á tíðindafundinum verður løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í Heilsumálum, Margit Stórá, varastjóri á Landssjúkrahúsinum og Bjarni á Steig, yvirlækni. Tíðindafundurin verður teknmálstulkaður, og tann tænastan er her á heimasíðuni hjá kringvarpinum. Trýstið á beinleiðis sjónvarp og veljið funkuna, Beinleiðis sjónvarp við teknmálstulki. Dagur og Vika hevur eina eykasending í kvøld, sum byrjar klokkan 17 55. Sendingin fer at snúgva seg um tíðindafundin, sum verður klokkan 18.00, í sambandi við coronasmittuna í Føroyum. Margit Stórá, varastjóri, upplýsti, at hon fekk boðini frá Landslæknanum í morgun, og síðani hevur verið arbeitt við at finna fram til, hvørjar starvsfelagar viðkomandi hevur verið í sambandi við. Bjarni á Steig, yvirlækni, sigur, at talið á teimum, sum skulu í sóttarhald, tí tey hava verið rundan um starvsfólkið á Landssjúkrahúsinum, er hægri enn vanligt higartil. Whitney Houston syngur tey seks løgini á a síðuni, meðan onnur taka sær av b síðuni. Av teimum hoyra vit Lisu Stansfield, Joe Cocker, Sass Jordan, og The S.O.U.L. S.Y.S.T.E.M. Mælt verður føroyingum, sum búgva í Føroyum, men eru staddir uttanlands, at koma til Føroya so skjótt sum til ber. Atlantic Airways avmarkar flúgvingina millum Føroyar og Danmarkar og steðgar flúgvingini til Bergen, Reykjavíkar, Edinburgh og París. Tað skrivar Uttanríkis og Mentamálaráðið í tíðindaskrivi í kvøld. Tey, sum hava spurningar viðvíkjandi heimferð til Føroya við Atlantic Airways, eiga at venda sær beinleiðis til flogfelagið á 298 34 10 00 og, tey við SAS beinleiðis til flogfelagið á 45 70 102 000. Tað kann eisini vera hent hjá fólki, ið skulu ferðast til Føroya næstu dagarnar, at venda sær til sítt tryggingarfelag. Tey, sum er stødd uttanfyri Danmark, eiga fyrst at seta seg í samband við flogfelagið ella ferðaskrivstovuna, tey hava nýtt. Ert tú føroyingur, sum býr í Føroyum, men ert uttanlands og hevur aðrar spurningar, ber til at ringja til Borgaratænastuna hjá Uttanríkistænastuni 298 30 40 20. Hevur tú spurningar um sóttarhald ella onnur heilsufaklig viðurskifti, eru upplýsingar at finna á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum . Fólkakirkjan boðaði hósdagin frá, at kirkjumyndugleikarnir hava avgjørt, at ongar gudstænastur verða í mars, og at tann avgerðin verður endurskoðað um mánaðarskiftið. Men, tað eru ikki bara kirkjurnar, sum hava avlýst, orsakað av COVID 19 smittuvanda. Heldur ikki tær stóru samkomurnar í Føroyum hava møti í dag, hava tær boðað frá. Onkur kirkja í Føroyum fer tó at hava andakt á netinum í dag, og onkrar samkomur hava um vikuskiftið boðað frá, at tær stroyma talur og lovsang á netinum. Her í útvarpinum endursenda vit klokkan 11 eina gudstænastu frá Fríðrikskirkjuni, og í sjónvarpinum endursenda vit klokkan 16 eina nýggjársgudstænastu, sum varð tikin upp í Vesturkirkjuni. Tvey av teimum 11 eru smittað av teimum føroyingum, ið hava fingið smittuna uttanlands. Bæði teirra fingu staðfest smittuna, meðan tey hava verið í sóttarhaldi. Eftir at fleiri nýggir tilburðir av Covid 19 virusinum eru staðfestir í Føroyum síðstu tíðina, heitti Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, leygarkvøldið á føroya fólk um at fylgja teimum tilmælum, sum myndugleikarnir eru komnir við. Sí allan tíðindafundin og tíðindasendingina her . Hvussu sleppa vit á besta hátt undan smittuni, og hvat skuu børnini gera Elin Dagbjartsdóttir Neshamar og Jonna Fritsdóttir Mortensen leggja til rættis. Vit hoyra alla tíðina um tey, sum eru gomul og ikki tola at gerast sjúk. Men tey eru ikki øll gomul. Summi børn tola heldur ikki at gerast sjúk. Hetta verður gjørt til tess at forða fyri, at goymslurnar hjá apotekinum verða tómar, so fólk ikki koma í ta støðu, at tey ikki fáa sín heilivág. Vit hava nokk av heilivági til øll, og eingin kemur at mangla sín heilivág í hesum døgum. Tað sigur Hjalti Gunnarstein, landsapotekari, við útvarpið. Viðskiftafólk hjá teimum fimm apotekunum í landinum sleppa tí bara í løtuni at keypa ta nøgdina av heilivági, sum svarar til vanligu nýtsluna hjá fólki. Um fólk fara at hamstra, verður heilivágurin uppi, goymslurnar verða tómar, og so kunnu vit koma í ta støðu, at tað verða fólk, ið ikki fáa sín heilivág, sigur Hjalti Gunnarstein. Apoteksverkið í Føroyum fær heilivágin frá einum veitara í Danmark, og føroysku apotekini hava fingið trygd frá veitarunum fyri, at tey fáa allan heilivágin, tey hava bílagt. Hondsprittið, sum apotekini í Føroyum selja, verður framleitt í Havn, og har verður í løtuni arbeitt við at framleiða meira, so eftirspurningurin kann nøktast. Tað kann kortini fara at verða trupult, at fáa hendur á fleiri plastfløskum, sum hondsprittið hjá apotekunum í Føroyum verður selt í. Eysturoyar og Norðoya apotek heita tí nú á viðskiftafólk um, at goyma fløskurnar, so fyllast kann á tær aftur, um ein skipan við áfylling verður sett í verk. Landsstýrið arbeiðir við øllum alvi við at fyribyrgja, at coronasmittan ikki breiðir seg í Føroyum. Í løtuni sita 122 fólk í sóttarhaldi. Farsóttarnevndin hevur heimild til at seta tiltøk í verk fyri stegða smittuni. Tiltøkini hava fíggjarligar útreiðslur við sær, og tær eru ikki fevndar av vanligari rakstarjáttan hjá landsstovnum. Tí hevur Kaj Leo Holm Johannesen biðið um eina eykajáttan. Tað er ikki gjørligt at vita, hvussu útreiðslurnar fara at hátta sær. Leysliga verður mett, at tørvur verður á 2,3 milliónir krónur til organisering, serfrøði, gisting, vistarhald og annað. Higartil hevur verið neyðugt at leiga íbúðir og Hotel Vágar. Helst verður eisini neyðugt at útvega fasilitetir til sóttarhald aðrastaðni í landinum. Biðið verður um at 1,7 milliónir krónur verða játtaðar. til gisting og vistarhald og 600.000 krónur til organisering, serfrøði, serligan flutning og annað, stendur í umbønini um eykajáttan. Kina er tað landið í heiminum, sum er harðast rakt. Meira enn 3.000 fólk eru deyð í Kina av coronasmittuni. Italia er harðast rakt í Evropa. Í Spania eru meira enn 100 fólk deyð seinasta ssmdøgrið, og tilsamans eru 288 deyð. Seinastu 24 tímarnar hava 2.000 fingið smittuna. Forsætisráðharrin, Pedro Sanchez, hevur lýst neyðrættarstøðu í Spania. Í Týsklandi hava mynduleikarnir eisini hert tiltøkini. Sambært tíðindastovuni Reuters fer Týskland at steingja markið til Eysturríki, Sveis og Frakland í morgin. Markið til Danmark verður eisini stongt. Á tíðindafundinum verða løgmaður og fleiri umboð fyri landsstýrið. Teknmálstulkur verður á heimsíðuni, kvf.fo, og bloggað verður eisini á heimasíðuni. Skandinaviska flogfelagið, SAS, helt tíðindafund seinnapartin, men einki varð sagt um flúgvingina til og úr Føroyum á tíðindafundinum. Tað hevur heldur ikki borið til at fáa fatur á kunningardeildini hjá skandinaviska flogfelagnum síðani tíðindafundurin endaði umleið klokkan 17. Kemur tað har til, at landsstýrið heldur, at SAS skal steðga við at flúgva til Føroya, so eru føroysku myndugleikarnir sinnaðir at syrgja fyri, at til ber at steðga hesi flúgving, segði løgmaður. Hetta merkir, at 90 prosent av øllum starvsfólkunum hjá SAS verða søgd úr starvi. Tilsamans verða 10.000 størv fyribils niðurløgd. Sparingarnar eru neyðugar, so flogfelagið kann taka virksemið uppaftur, tá kreppan er av, segði forstjórin hjá SAS á tíðindafundinum. Skandinaviska flogfelagið, SAS, missir 80 100 milliónir krónur um dagin, nú flúgvingin er rakt, sigur Jacob Pedersen, greinari hjá Sydbank, sambært tíðindastovuni hjá Ritzau. Tí er umráðandi, at steðga tapinum áðrenn kassin verður tómur, sigur greinarin við tíðindastovuna. Danski staturin eigur 14,2 prosent av SAS, og Svøríki eigur 14,8 prosent. SAS gevst eftir øllum at døma at flúgva til Føroya mikudagin. Flogfelagið hevur í morgun lagt ein lista yvir avlýstar flogferðir á sína heimasíðu. Sambært tí listanum, so flýgur SAS Føroyarutuna tveir dagar afturat. Mikudagin er Føroyarutan avlýst, sambært listanum. Her er listin yvir avlýstar flogferðir hjá SAS Canceled flights SAS segði í tíðindaskrivi í gjár, at flogfelagið sendir 10.000 fólk til hús og gevst við at flúgva flestu ruturnar í dag. Orsøkin er coronavirusið, herdu tiltøkini við flúgving og ferðaseðlasølan, sum næstan er uppsteðgað, stendur í skrivinum. Hóast SAS niðurleggur at kalla allar rutur, so er framvegis ætlanin at flúgva hagar, ið fólk eru, sum skulu heim, stendur víðari í skrivinum frá SAS. Flúgvingin millum Føroyar og Danmark tó fram tveir dagar afturat. Flogfarið hjá SAS úr Keypmannahavn stendur til at lenda í Vágum á middegi í dag og at flúgva aftur til Kastrup klokkan eitt. Innferðareftirlitið av ferðandi, ið koma til Føroya, er sett í verk fyri at steðga møguligum útlendingum, sum ikki hava lógliga heimild at ferðast inn í danska Kongaríkið. Hetta verður gjørt fyri at steðga Covid 19 í at spjaða seg. Øll ferðandi kunnu vænta at verða biðin at vísa samleikaprógv, stendur í skrivinum frá løgregluni. Tvey starvsfólk afturat í Mylnuhúsinum í Klaksvík hava fingið staðfest korona virusið, COVID 19. Tað fingu tey at vita frá landslæknanum í gjár, boðar Klaksvíkar Kommuna frá. Talan er um starvsfelagar hjá námsfrøðinginum, sum varð staðfest smittað hósdagin í farnu viku. Eftir tilmæli frá myndugleikunum, vórðu tey flestu av starvsfólkunum í Mylnuhúsinum sett í sóttarhald hósdagin. Tískil hava hesi ikki verið í samband við onnur síðani hósdagin. Tað sama er galdandi fyri fleiri av børnunum í Mylnuhúsinum, sum hava verið í sóttarhaldi síðan fríggjadagin. Øll foreldur í Mylnuhúsinum eru kunnað um støðuna og hava fingið boð um at vera heima, til nærri boð koma frá Landslæknanum um, hvør møguliga skal í sóttarhald afturat. Tilburðirnir í gjár vórðu staðfestir hjá fólki, sum longu vóru í sóttarhaldi. Sostatt hevur smittan sannlíkt breitt seg minni, enn hon annars kundi gjørt. Tí hevur tað sera stóran týdning at vit taka ásetingarnar um sóttarhald í størsta álvara og virða tær ásetingar og á tann hátt avmarka smittuvandan. Soleiðis hjálpa vit hvørjum øðrum á ein skilagóðan hátt, sigur Jógvan Skorheim. So greiður var Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, tá hann varð spurdur, hvat hann helt um, at Akstovan hevur stongt sítt virksemi í tvær vikur. Hetta kom dátt við hjá bilasølunum, sum harvið ikki fáa skrásett bilarnar, tær hava selt í seinastuni. Ei heldur ber til at selja fleiri bilar, tí teir skulu skrásetast. Teir skulu faktiskt bara leggja pláturnar í ein svartan sekk, skriva Wensel á og blaka hann út um hurðina. So tú noyðist ikki at nerta við starvsfólkini. Tað er eingin trupulleiki, sigur Rúni Djurhuus. Vit hava ikki givið boð um, at almennir stovnar skulu steingja. Vit hava ikki givið boð um, at almenn starvsfólk skulu fara til hús. Vit hava sagt, at fyri at minka um smittuspjaðing, so hava vit mælt til, at fólk, sum kunnu arbeiða heimanífrá, fara heim at arbeiða, soleiðis at færri vera á arbeiðsplássinum, segði Bárður á Steig Nielsen á tíðindafundinum í gjár. Sjey føroyingar afturat eru smittaðir við COVID 19. Tað staðfesta kanningar, sum vórðu gjørdar í gjár. Tað upplýsir landslæknin í morgun. Sostatt hava tilsamans 18 føroyingar fingið staðfest coronavirus. Tilsamans 199 føroyingar eru nú í sóttarhaldi, og 517 eru kannaðir fyri smittuna. Rætting Myndugleikarnir upplýstu fyrr í morgun, at talið var økt til 21. Myndugleikarnir rættaðu síðani talið til 18, og tá varð hendan greinin eisini dagførd. Støðan í fleiri vinnugreinum er nú so ring, at um hjálparpakkin frá landsstýrinum ikki varð kunngjørdur í gjár, høvdu fólk verið søgd úr starvi longu í dag. Tað sigur Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum. Flogfelagið hevur í morgun lagt ein lista yvir avlýstar flogferðir á sína heimasíðu. Sambært tí listanum, so flýgur SAS føroyaflúgvingina í tveir dagar afturat. Miðskeiðis í apríl, ella seinast í mánaðinum, fer smittan at breiða seg mest. Tá verða flest smittað um somu tíð, og flest fara eisini at hava tørv á at verða løgd inn á sjúkrahús, sigur hann. 14 dagar eru farnir av farsóttartilgongdini, og um einar seks vikur er tilgongdin komin í hæddina. Tá hava millum 200.000 og 300.000 fólk havt coronavirus, Nógv tey flestu fara ikki at hava tørv á læknahjálp yvirhøvur, sigur Else Smith við danska kringvarpið. Danski OMX marknaðurin er minkaður góð fimm prosent í morgun. OMX Norra minkar næstan sjey prosent, og í Svøríki er virðisbrævamarknaðurin minkaður seks prosent Klokkan 9 30 var virðið Banknordik minkað við næstan 14 prosentum. Fyri einum mánað síðani kostaði eitt partabræv slakar 125 krónur. Í dag er tað minkað við einum fjórðingi og kostar 90 krónur. Hitt skrásetta felagið, Bakkafrost, hevur í morgun mist næstan sjey prosent í virði og kostar nú slakar 460 krónur. Partabrævið hevur seinasta mánaðin mist umleið ein triðing av virðinum. Starvsfólk verða tryggjað 90 prosent av lønini. Arbeiðsgevararnir lata 50 prosent og tað almenna restina, upplýsti Magdalena Andersson, fíggjarmálaráðharri, á tíðindafundi í morgun. Starvsfólk, sum verða send til hús, hava rætt til fulla løn í 20 dagar. Arbeiðsgevararnir rinda løn fyrstu tveir dagarnar, og tað almenna veitir lønartrygd fyri næstu 18 dagarnar, skrivar NRK. Starvsfólk fáa endurgjald fyri 75 prosent av lønini, um teir verða sendir til hús. Hjá tímaløntum verður endurgjaldið 90 prosent av lønini. Hetta er ein heilsukreppa, ið fær stórar avleiðingar fyri búskapin. Uppgávan er at forða fyri, at avleiðingarnar verða so stórar, at tær fáa varandi ávirkan á føroysk á føroyska búskapin. Tað sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum, í sambandi við, at landsstýrið hevur kunngjørt eina búskaparliga hjálparætlan. Roknað verður við, at fleiri fáa minni at gera í næstum. Færri ferðafólk koma til Føroya, og tað fer at raka ferðavinnuna í summar. Virksemið í samfelagnum verður merkt av, at vit skulu vera meira heima og minni úti. Føroyar verða eisini ávirkaðar av búskapargongdini úti í heimi. Tað fer helst at hava við sær, at eftirspurningurin eftir føroyskum útflutningisvørum fer at minka. Landsstýrið hevur saman við pørtunum á arbeiðsmarknaðinum gjørt ein vinnuligan hjálparpakka við fýra ítøkiligum átøkum, ið skal hjálpa føroyingum og føroyskum fyritøkum, sum kunnu rokna við minkaðum eftirspurningi og minni arbeiði. Við hjálparpakkanum kann vinnuliga virksemið halda fram so ótarnað sum til ber, sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum. Tað er ilt at meta um, hvussu nógv átøkini fara at kosta, tí tað er treytað av sjúkugongdini í samfelagnum, og neyðugum tillagingum hjá vinnufyritøkum, men í fyrsta umfari verður kostnaðurin mettur til góðar 100 milliónir krónur. Til tess at bøta um gjaldførið hjá fyritøkum í hesum tíðum, verður avrokningin fyri meirvirðisgjald fyrsta ársfjórðing útsett til annan ársfjórðing. Á tann hátt verður gjaldførið hjá vinnuni styrkt einar 400 milliónir krónur næstu mánaðirnar. Dagpengalógin verður víðkað til eisini at fevna um løntakarar og sjálvstøðug vinnurekandi, sum eru sett í sóttarhald, ella sjálvboðin eru farin í sóttarhald. Eftirgoldið verður tó ikki fyri starvsfólk, ið kunnu arbeiða heima við hús. Løntakarar kunnu fáa arbeiðsloyisstuðul sum eitt ískoyti, verður neyðugt hjá arbeiðsgevara at seta starvsfólk niður í tíð. ALS ber henda kostnaðin. Eisini verður ein veðhaldsskipan fyri rakstrarfígging. Hetta er ein serlig ríkisgarantiskipan, sum tryggjar smáum og miðalstórum fyritøkum í ríkisfelagsskapinum nøktandi atgongd til rakstrarfígging. Seinastu sjey vikurnar hevur Margrit Debess luttikið í íverksetaradíkjaranum Nýskapan í ferðavinnuni . Margrit eigur og rekur fyritøkuna MARKA, sum fer at selja túrar og lutir við íblástri úr Seyðabrævinum og við støði í garðinum á Oyrareingjum. Margrit vaks upp á Oyrareingjagarði og upplivdi pápa og abba sín marka lombini. Sum vaksin hevur Margrit mangan hugsað um hesa nyttugu og einføldu skipan, ið enn verður nýtt átta árhundraðir seinni. Navnið á fyritøkuni kemur frá at marka lomb . Hetta er eisini grundtankin hon leggur í teir lutir og túrar, sum hon vil bjóða út. Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sum hevur svarað einum fyrispurningi frá Jóhannisi Joensen, løgtingsmanni, um ætlanin er at gera nakað til tess at bøta um góðskuna á útróðrarfiski, so útróðrarbátar fáa besta prísin. Jacob Vestergaard svarar, at góðska á útróðrarfiski er fevnd av matvørulógini og kunngerð um millum annað heilsufrøðiligan rakstur og viðgerð av fiski og fiskaúrdrátti. Landsstýrismaðurin í umhvørvis og vinnumálum umsitur matvørulógina og nevndu kunngerð, og tí eigur spurningurin at verða settur honum, sigur Jacob Vestergaard. Tað er ein avbjóðing, at avbyrgja coronasmittuna í Føroyum, tí tað eru ikki øll, sum virða tað, at verða sett í sóttarhald, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni. Eg kann tíverri bara staðfesta í mínum arbeiði seinastu vikurnar, at tað eru fleiri, sum ikki fylgja teimum tilráðingum, ið hanga saman við at verða send í sóttarhald. Skulu vit avmarka coronasmittuna í Føroyum, er avgerandi, at fólk taka allar tilráðingar í størsta álvara. Tað sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni. Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, heitir staðiliga á øll um at fylgja tilráðingunum frá heilsumyndugleikunum Tað verða brúktir stórir stavir bæði í Føroyum og kring allan heim um, at vit mugu ansa eftir hvørjum øðrum og taka neyðug atlit. Tað er týdningarmikið, at vit øll gera okkara og standa saman, so at vit tryggja, at so fá sum gjørligt verða smittað, sigur landsstýrismaðurin í heilsumálum. Akstovan fer nú aftur at skráseta bilar. Stovnurin sigur á heimasíðuni, at bilasølur skulu skráseta bilar í on line skipanini á heimasíðuni hjá Akstovuni. Tá øll skjøl eru eftirkannað og øll gjøld goldin, fær bilasølan boð um at koma á Akstovuna við bilinum, sum verður skrásetingarsýnaður í sýnshøllini. Nummarspjøldrini verða eisini útflýggjað. Søla av brúktum bilum verður eins og vanligt fráboðað við oyðublaði, við váttan um eigaraskifti, sum verður sent inn sum teldupostur. Alt annað samband við kundar er avmarkað, sum støðan er, sigur Akstovan, men viðskiftafólk kunnu senda teldupost ella ringja til stovnin. Telefonin svarar frá klokkan 10 til 14. Fríggjadagin boðað Akstovan annars frá, at avgreiðslan varð stongd fyribils, orsakað av støðuni við coronavirusi. Tað fekk bilasølur at finnast at stovninum, tí bilar kundu ikki skrásetast. Í gjár segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, at tað hevur ongantíð verið ætlanin, at almennar tænastur skulu niðurleggjast, og sipaði beinleiðs til Akstovuna. Maritimt umfar millum høvundarnar, Jan Erik Simonsen og Sigmar Bl berg, ið kappast móti veitarunum, Karl Birgiri Isaksen og Eyðun Hansen Jan Erik Simonsen hevur skrivað bókina um Vesturvón, meðan Sigmar Bl berg hevur skrivað fleiri bøkur um stállínuskipini, umframt søguna um millumlandasiglingina vid Smyrli og Norrønu. Útlendingar uttan fyri ríkisfelagsskapin, sum ikki kunnu skjalprógva, at tey antin búgva ella skulu arbeiða í Føroyum, kunnu vænta at verða send av landinum aftur. Tað sigur Michael Boolsen, fúti, sum staðfestir, at innferðareftirlitið, sum danska stjórnin setti í verk leygardagin, fyri at tálma COVID 19 smittuni, fevnir eisini um Føroyar. Vit tosa við Elsebet, sum er stødd úti í Svínoy. Eisini hoyra vit um kapping, har tað ber til at vinna páskaregg. Til ber at senda myndir inn til Jonnu ella Elina. Enn er óvist, hvussu nógvir føroyingar eru úti í heimi í løtuni. Tað sigur Jenis av Rana, landstýrismaður í uttanríkismálum, við útvarpið. Tað er onki fullfíggjað yvirlit yvir føroyingar, sum eru uttan fyri Føroyar og tí er ein uppgerð gjørd út frá føroyskum SIM kortum úti í heimi. Út frá tí liggur talið helst ímillum 2.000 og 3.000 fólk, sigur Jenis av Rana, men leggur aftrat, at nakað av óvissu er tengt at hesari meting, tí fleiri simkort kunnu vera tengd at somu tólum og skipanum sum nýta SIM kort. Hetta skeiklar tískil myndina, og tí er talið ein meting. Í morgin steðgar Atlansflog við allari flúgving uttan til Keypmannahavnar. Føroyingar hava tí møguleika at koma heim, ynskja teir tað, sigur landstýrismaðurin í uttanríkismálum, men hetta má vera um Keypmannahavn. Jenis av Rana sigur tó eisini, at kenna fólk seg trygg, har tey eru, og heilsuverkini eru góð, kunnu tey eisini vera verandi. Støðan kann tó broytast skjótt. Eitt nú fyri teir føroyingarnar, sum eru staddir á Gran Canaria. Spanska stjórnin kunngjørdi leygarkvøldið, at neyðstøða nú er galdandi í øllum Spania, og tí er mest sum útgonguforboð. Tó sleppa fólk at ferðast til flogvøllin, um tey skulu ferðast heim. Jenis av Rana sigur, at allir føroyingar, sum eru staddir á Gran Canaria, hava fingið tilboð um at flúgva heim í morgin við síðsta túrinum, sum Atlantsflog ger til Gran Canaria, áðrenn flúgvingin steðgar. Coronasmittan setti dám á sjónvarpskjakið í nátt millum Joe Biden og Bernie Sanders, sum eru eftir í kappingini um at gerast demokratiskt valevni til forsetavalið í USA í heyst. Bæði valevnini funnist hvassliga at Donald Trump, forseta, sum tey søgdu hevur elvt til, at støðan er versnað, tí forsetin hevur ikki góðtikið, hvussu álvarsom coronasmittan er. Fríggjadagin lýsti Trump kreppustøðu í USA. Hvussu ber tað til, at vit ikki hava nóg mikið av læknum, og hvussu ber tað til, at gomul fólk hava ikki ráð at fara til lækna, spurdi Sanders. Hann ætlar at kollvelta amerikanska heilsuverkið, so tað verður ókeypis fyri øll. Sum er, noyðast amerikanarar at tekna privatar heilsutryggingar. Serstaka samfelagsliga støðan ávirkar eisini ítróttaliga virksemið kring landið. Flestallir dystir og kappingar eru útsett, og so at siga alt ítróttaligt virksemi liggur stilt í løtuni. Harumframt eru serligar smittufyribyrgjandi reglur galdandi fyri starvsfólk og gestir í Kringvarpinum í løtuni. Higartil eru tað fá, sum hava tørv á barnaansing. Í Tórshavnar kommunu vóru tað færri enn 30 børn, sum høvdu brúk fyri barnaansing fríggjadagin. Tó er ilt at siga, hvør tørvurin verður hesa vikuna, tí tað broytist alla tíðina, og vit fylgja við, sigur Beinta Dalbø, leiðari fyri Barna og ungdómsdeildini hjá Tórshavnar kommunu. Í Klaksvíkar kommunu eru fá, sum biðja um barnaansing í hesum døgum. Higartil eru tað bara fimm seks børn, ið hava tørv á barnaansing, og tað sama er galdandi í Vága kommunu. Bæði í Tórshavnar og Klaksvíkar kommunu ganga børnini, sum hava tørv at fara á stovn, á stovninum, tey vanliga ganga á. Tórshavnar kommuna ætlar tó at viðgera um børnini skulu savnast á einum stovni ella ikki. Tað veldst um, hvussu tørvurin verður komandi dagarnar, sigur Beinta Dalbø, leiðari fyri Barna og ungdómsdeildini hjá Tórshavnar kommunu. Í Vága kommunu eru allir stovnarnir uttan Miðgarður í Miðvági afturlatnir. Tey, ið hava tørv á bráðansing, verða tískil savnað í Miðvági. Stovnurin er stórur, og hevur góðar møguleikar fyri at deila børnini upp í eindir, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóri í Vága kommunu. Foreldur, sum hava tørv á stovnsplássi í Vága kommunu, skulu ringja til stovnsleiðaran, ið síðani avger, um børnini kunnu fáa stovnspláss, sum støðan er í løtuni. Tað eru bara foreldur, ið hava bráðtørv á ansing, sum fáa stovnspláss til børnini. Teirra millum foreldur, ið starvast hjá eitt nú heilsuverkinum, Almannaverkinum ella við undirstøðukervinum. Betri Banki er til reiðar at hjálpa sínum kundum, nú korona ávirkar virksemi á fleiri økjum. Fyrtiøkur missa inntøku og kunnu fáa trupulleikar við gjaldførinum. Hetta er ein óvanlig støða, og vit skilja væl trupulleikarnar, sum okkara kundar brádliga kunnnu fáa, sigur Jean Djurhuus, forstjóri í Betri Banka. Eitt nú sleppa smærri vinnukundar undan negatvum innlánsrentum, og bankin fer eisini at veita privat og vinnukundum skáa næstu mánaðirnar. Fyrsti tilburðurin av COVID 19 er nú staðfestur í Grønlandi. Tað kunngjørdi Kim Kielsen, landsstýrisformaður, á einum tíðindafundi fyri løtu síðani, sambært Sermitsiaq . Tann smittaði býr í Nuuk og er settur í sóttarhaldi heima í eini roynd at fyribyrgja smittu uttan fyri heimið. Sambúgvin hjá tí smittaða er eisini settur í sóttarhald. Higartil eru seks fólk í Grønlandi kannað fyri coronavirus. Myndugleikarnir hava valt ikki at seta nøkur tiltøk í verk, eitt nú at stongja skúlar og almennar stovnar, fyri at avmarka útbreiðsluna av smittuni. Coronasmittan er nú eisini staðfest í Grønlandi. Tað hevur Kim Kielsen, landsstýrisformaður, upplýst á tíðindafundi í dag, skrvar KNR. Tað var væntandi. Smittaði persónurin hevur verið í vandaøki, og hevur verið í sóttarhaldi, síðani viðkomandi kom til Grønlands, upplýsir Henrik L. Hansen, landslækni í Grønlandi, sambært KNR. Smittaði persónurin býr í Nuuk. Húskið hjá viðkomandi var frammanundan í sóttarhaldi, og tey verða verandi í sóttarhaldi næstu 14 dagarnar. Umleið 25 fólk eru kannað fyri coronasmittu, og úrslitið av kanningini verður væntandi greitt í morgin. Fleiri verða kannað fyri corona. 9. mars vóru trý fólk, sum komu úr Danmark til Grønlands við flogfari, kannað, tí illgruni var um, at tey vóru smittað. Men royndirnar vistu, at tey vóru ikki smittað. Eftir ætlan skuldi Hedvig Westerlund Kapnas, stjóri á Føroya Fólkaháskúla, halda grækarismessurøðuna á Vaglinum í Havn í ár. Men hetta varð avlýst, orsaka av korona. Men vit hava tikið røðuna upp og skipaðu fyri einum lítlum grækarismessuhaldið í viðarlundini, tætt við Kringvarpshúsið. Lurta eftir grækarismessuhaldinum her. ES nevndn skjýtur nú upp, at tað skal ikki verða loyvt at ferðast til lond, sum eru í Schengen samstarvinum. Skotið verður upp, at forboðið verður galdandi í ein mánað, men at tað kan verða longt, gerst tað neyðugt. Á henda hátt ber til at verja seg fyri, at virusið ikki breiðir seg, og samstundis tryggja vit okkum, at vørur koma fram, skrivar forkvinnan í ES nevndini á Twitter. Hon mælir tó til, at undantøk verða gjørd. Tey skulu galda fyri fólk, sum hava búð í ES í longri tíð, skyldfólk hjá ES borgarum, diplomatar, læknar og granskarar, sum royna at finna loysnir á kreppuni. ES leiðararnir skulu góðkenna uppskotið, sum kemur til viðgerðar á einari video ráðstevnu millum ríkis og stjórnarleiðararnar í ES í morgin. BankNordik bjóðar nú bæði privat og vinnukundum bankans gjaldskáa í eitt hálvt ár, og harvið leingja afturgjaldstíðina av láninum. Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik, sigur, at tiltøkini skulu vera við til at tryggja, at fyritøkur og húsarhald koma ígjøgnum fíggjarligu avbjóðingarnar, í sambandi við Covid 19. Tað er ikki so løgið, at sluppin Jóhanna er ein býarmynd í Vági, tí her hevur hon havt heimstað í samfull 124 ár. Hon hevði sama eigara frá 1896 til Felagið Jóhanna TG 326 við Ova Mikkelsen á odda varð stovnað og setti hana í stand. Sluppin varð smíðað í Suðuronglandi fyri 136 árum síðani. Nú er tað Guðmundur Kárason Jacobsen, sum er eldsálin í Jóhonnu, og øll eru á einum máli um, at hann eigur lívið í sluppini í Vági. Hann er sjálvur skipstimbrari, umframt at hann er stjóri á Vágs Skipasmiðju og formaður í Felagnum Jóhonnu TG 326. Sjálvur sigur Guðmundur, at allar eldsálirnar hava avgerðandi týdning. Hann roknar við at Jóhanna fer at standa uppi í 14 dagar í minsta lagi. Og á skipasmiðjuni vóna teir turt veður, tí tað er neyðugt tá skip verður kalfatrað. Meðan vit vitja á Vágs Skipasmiðju verður Jóhanna tikin upp á sleipistøð. Hon skal gerast klár til siglingina í summar. Sonur Guðmund, Pál Guðundsson Jacobsen, er spentur at fara at kanna botnin á Jóhonnu saman við pápanum. Páll lærir til skipstimbrara og hann er tann einasti í Føroyum sum er. Hann vónar, at onkur lærlingur kemur afturat. B jarni Brattaberg og Hans í Líðini eru millum teir hjástøddu, tá Jóhanna verður tikin upp . Teir hava mangan brattan farið við sluppini. Báðir hava verið skiparar mangan túrin , og í sendingini greiða teir frá minniligum túrum við sluppini millum lond. Arni Dahl var millum stigtakararnar at varðveita Jóhonnu, ið skuldi søkkjast. Men í evstu løtu varð felag sett á stovn og stigtakararnir fingu Ova Mikkelsen sála at standa fyri. Arni Dahl hevur av sínum eintingum goymt alt tað gamla skjalatilfarið frá reiðaravirkseminum hjá forfedrunum á Gørðunum. Tað er á loftinum, har kona Arna hevur Toystovuna í Vági. Vágbingurin Óli Petersen, sum var við á stóru flaggsiglingini seinasta summar, sigur, at Jóhanna hevur ómetaligan týdning fyri Vág. Hann harmast tó um, at áhugin ikki er størri millum tey ungu. Kortini verða tiltøk gjørd fyri at skapa áhuga millum tey ungu. M.a. verða pitsatúrar gjørdir við sluppini um summarið. Á Netflix er røðin Lazy Town, men í okkara savni eitur røðin Letibygd, tey tosa føroyskt og hon verður at síggja, hvønn morgun í barnasjónvarpinum. Søgurnar hjá Astrid Lindgren eru fleiri í tali, og í savninum eiga vit fleiri søgur, sum hon hevur skrivað. Ein av teimum kendastu er Emil í Lønnebergi og saman við honum, keðir tú teg ongantíð. Vit kenna Pál Weihe sum serlækna og fakmann á heilsuøkinum. Men hann er eisini nærmasti avvarðandi í aktuella problematikkinum, har eldri og veik fólk á ellis og øðrum heimum eru avbyrgd frá vitjan. Tí konan Sára býr á Vallalíð í Havn. Eg kendi tað, sum varð hon tikin enn meira frá mær, men tað vóru kenslurnar, ið talaðu. Tá eg seinni fór at hugsa rationelt, skilti eg avgerðina hjá myndugleikunum, sigur Pál Weihe um avgerðina hjá myndugleikunum at nokta fyri vitjanum meðan corona smittan herjar. Í samrøðuni við Pál Weihe tosa vit um hesa tvístøðu og um til ber at finna eina javnvág millum smittuvandan øðrumegin og persónliga sambandið við nærmastu avvarðandi hinumegin. Í morgin skulu Christian Andreasen og hinir forsetarnir í evropeisku fórbóltssambondunum á kreppufund. Tað er evropeiska fótbóltssamgongan UEFA, sum hevur kallað limalondini til videofund, har stóru spurningarnir um, hvussu støðan við Covid 19 ávirkar stóru kappingarnar, skulu viðgerast. Eftir ætlan skal EM endaspælið avgreiðast í 12 evropeiskum býum frá 12. juni til 12. juli. Italska fótbóltssambandið hevur longu heitt á UEFA at útseta endaspælið, og í kvøld skrivar danska BT, at UEFA hevur avbestilt øll hotellkømurini, sum annars vóru bíløgd í samband við dystirnar, sum eftir skránni skulu spælast í Keypmannahavn. Sostatt er nógv, sum bendir á, at teir dystirnir ikki verða spældir í danska høvuðsstaðnum sum ætlað. Hóskvøldið segði Christian Andreasen, FSF forseti við Dag og viku, at hann eisini væntar, at EM verður útsett, og at hetta kann fáa fíggjarligar avleiðingar fyri føroyskan fótbólt. Tað er neyðugt bæði at broyta og herða nøkur tiltøk í mun til at avbyrgja corona smittuna í Føroyum. Tað sigur Epidemikommissjónin, sum hevði fund í gjár seinnapartin. Eisini mælir bólkurin til at broyta treytirnar fyri karantenu hjá ávísum starvsbólkum sum hava avgerandi týdning fyri, at samfelagið ikki steðgar upp. Bussleiðin er serliga ætlað starvsfólkum, sum røkja samfelagsligar kjarnuuppgávur, skrivar Tórshavnar Kommuna, sum heitir á eldri fólk um ikki at brúka bussarnar fyribils. Tey, ið brúka bussin, skulu inn aftanfyri. Fremra hurðin er stongd, og band er sett fyri aftan fyri bussføraran fyri at halda fjarstøðu. Bussarnir verða sóttreinsaðir hvønn dag, og plakatir eru í øllum bussum, sum greiða frá reinføri, nú koronasmittan ger um seg í Føroyum, skrivar kommunan víðari. 29 nýggir tilburðir av coronavirusinum eru nú staðfestir. Tað merkir, at tað eru nú tilsamans 47 føroyingar, ið hava fingið coronavirus. Amerikanski forsetin, Donald Trump, viðurkennir nú, at covid 19 kann hava við sær búskaparligt hóttafall í amerikanska samfelagnum. Donald Trump kunngjørdi í gjár fleiri tilmæli, sum skulu verða galdandi fyribils í 15 dagar, til tess at forða fyri, at coronavirusið breiðir seg. Hetta er eitt úrslit av, at vit nú kanna nógv fleiri fólk, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, og vísir á, at nú verða 200 kannað um samdøgrið samanborið við 20 fyri stuttari tíð síðani. Sjúkrahúsverkið hevur fingið fleiri fyrispurningar frá fólki, sum bjóða seg fram, at hjálpa til á teimum trimum sjúkrahúsunum, nú coronavirusið leggur trýst á heilsuverkið. Nú ber til at skráseta seg á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum, um fólk vilja hjálpa til. Sjúkrahúsverkið setir seg síðani í samband við fólk um og tá tørvur er á hjálp. Vit hava brúk fyri øllum góðum kreftum, so uttan mun til um tú lesur til lækna, ert sjúkrarøktarfrøðislesandi ella hevur hug at gera reint, ert tú vælkomin at melda teg til, skrivar heimasíðan. Coronasmittan er staðfest í øllum ES londunum. Italia er nógv meinast rakt. Italskir myndugleikar siga, at corona hevur kravt 2.158 mannalív. ES londini ætla brúka eitt prosent av allari bruttotjóðarúrtøkuni til tiltøk, sum kunnu bøta um støðuna í kjalarvørrinum av kreppuni. Forkvinnan í evropeiska miðbankanum, ECB, Christine Lagarde, segði í síðstu viku, at bara stjórnirnar í hvørjum ES landi sær kunnu loysa búskaparligu trupulleikarnar, sum coronakreppan hevur elvt til. Heldur ikki sleppur nakar á landi umborð á útlendsku skipini. Hetta verður gjørt fyri at verja manningarnar móti coronasjúkuni. Tað skrivar Runavíkar kommuna á heimasíðu síni. Teir einastu, sum nú sleppa umborð á skipini, eru loðsarnir, tá ið teir eru kravdir sambært lóg, og teir hava fingið boð um at bera grímu, meðan teir eru staddir umborð á skipunum, skrivar Runavíkar kommuna. Í 2019 setti danska stjórnin gott 1 milliónir krónur av til at talgilda føroysk skjøl á danska Ríkisskjalasavninum. Skannaða tilfarið er sera rúgvismikið og skipað á ein serligan hátt, og tí er ikki altíð er so lætt at finna runt hjá óroyndum brúkarum. Men nú er okkurt gjørt við ta avbjóðingina, so tað verður lættari. Tað var Magni Arge, táverandi fólkatingsumboð fyri Tjóðveldi, sum setti hesa verkætlan á skrá, og fekk donsku stjórnina at seta peningin av til hetta. Í samráð við stjóran á Tjóðskjalasavninum, Sámal Tróndur F. Johansen, legði danska Ríkisskjalasavnið síðani ein leist fyri hetta arbeiðið. Í 2019 varð stórur partur av skannaðu skjølunum lagdur út á heimasíðuna hjá danska Ríkisskjalasavninum. Nú er so vegleiðingin, sum er ein bóklingur á gott 50 síður, og sum skal hjálpa brúkarum at leita í tilfarinum, eisini løgd út á netið. Bæði talgildingin av føroyska tilfarinum í Danmark og vegleiðingin, sum Ríkisskjalasavnið nú hevur gjørt, eru stór frambrot. Hetta hevur við sær nógv betri treytir fyri føroyska gransking, og hevur hetta tí eisini stóran týdning fyri føroyska søguskriving framyvir. Marjun Lómaklett sigur, at tað kennist heldur løgið, tá tú hevur fyrireikað teg til stóra familjugudstænastu, at saðla um og gera tað heilt øðrvísi. Tey flestu eru lutfalsliga ung fólk, og eingin teirra hevur havt tørv á serligari læknaligari hjálp. Eingin er innlagdur men fleiri eru seingjarliggjandi, sigur landslæknin, sum tó ikki hevur havt samband við øll enn. Í fyrstani vóru tey smittaðu og teirra nærmastu flutt til Hotell Vágar í sóttarhald. Men nú er meginparturin farin í sóttarhald har heima. Landslæknin hevur frá byrjanini roynt at spora fram til fólk, sum tey smittaðu hava verið í samband við, fyri at forða smittuni í at breiða seg. Í gjár góðkendi russiski grundlógardómstólurin, at tey fýra valskeiðini, hann hevur verið forseti, skulu ikki telja við longur, og tí verður byrjað av nýggjum. Mótstøðufólk hjá Putin siga, at hetta er einki annað enn statskvett. Viðhaldsfólk siga hinvegin, at avgerðin ger støðuna í Russlandi tryggari. Mikudagin atkvøddi yvirhúsið í russiska tinginum fyri broytingini, leygardagin skrivaði Putin undir uppskotið, og í gjár varð lógin góðkend í grundlógardómstólinum. Andstøðan hevur biðið um loyvi at skipa fyri mótmælistiltøkum móti grundlógarbroytingini, men myndugleikarnir sýta fyri hesum. Teir vísa til trygdartiltøkini, sum eru sett í verk í sambandi við coronasmittuna. Nógv verður arbeitt við andadráttinum. Hann er fyritreytin fyri, at vit kunnu liva, men nógv okkara er als ikki tilvitað um, hvønn týdning tað hevur at anda rætt. Kitty May Ellefsen hevur arbeitt við verkætklanini í drúgva tíð, og nógvar bíleggingar vóru komnar. Nú má eisini hon tó ásanna, at júst henda vinnugreinin er ógvuliga hart rakt av covid 19. Amerikanska tøknifyritøkan Apple skal rinda umleið 8,2 milliardir krónur í bót, eftir at franska kappingareftirilitið hevur mett, at felagið hevur brotið kappingarlógina. Tað skrivar BBC. Í niðurstøðuni vísir Kappingareftirlitið á, at amerikanska fyritøkan hevði stýrt kostnaðinum á Apple vørum gjøgnum eina órímiliga avtalu við tvær franskar heilsølur. Talan er størstu bótina, franska kappingareftirlitið nakrantíð hevur ásett. Apple hevur longu boðað frá, at tey eru ósamd við dóminum og fara at kæra avgerðina. Samband hevur verið millum Fíggjarmálaráðið og Kommunufelagið um viðurskifitni, har millum annað møguleikin við einum vanlukkugrunni varð umrøddur. Sama hvat loysnin verður, er greitt, at fleiri spurningur mugu viðgerast í sambandi, og tí er ov tíðliga at gera nakra endaliga niðurstøðu, sigur Jørgen Niclasen. Í sambandi við skaðarnar, sum vóru í Skálavík og Hvalba í 2008, læt landskassin ávikavist 400.000 og 900.000 krónur. Tað svaraði til umleið ein tíggjundapart av tí, sum umvælingin kostaði. Fólk kunnu nú eisini fara til Klaksvíkar Sjúkrahús at verða kannað fyri coronavirusið. Tað avgjørdi sjúkrahúsið á einum fundi leygardagin, skrivar Norðlýsið. Tað eru alsamt fleiri, ið hava tørv á at verða kannað, og vit meta, at tað er neyðugt, at Klaksvíkar Sjúkrahús eisini er farið undir at kanna fyri coronasmittuna, sigur Alexandra á Dul við Norðlýsið. Kanningarnar verða gjørdar norðan fyri starvsfólkabygningin við Víkavegin. Fólk skulu tó framvegis ringja til sín kommunulækna ella til læknavaktina 1870 og ikki á Klaksvíkar Sjúkrahús. Fríggjadagin varð kunngjørt, at eitt starvsfólk á Føðideildini var smittað við coronavirus, og nú eru í øllum førum trý starvsfólk á Landssjúkrahúsinum afturat smittað. Sostatt er greitt, at í minsta lagi fýra starvsfólk á Landssjúkrahúsinum eru smittað við coronavirus, sum fyrstu ferð varð staðfest í Føroyum 4. mars. Tað tykist ikki, at tey smittaðu eru smittað inni á Landssjúkrahúsinum, segði Tummas í Garði, læknastjóri og varastjóri á Landssjúkrahúsinum, við útvarpið á døgurða. Hóast tilsamans fýra starvsfólk á Landssjúkrahúsinum nú hava fingið staðfest COVID 19, ber ikki til at kanna øll starvsfólkini á sjúkrahúsinum fyri virusið, fyri at binda um heilan fingur. Øgiliga nógv starvsfólk eru longu kannað, og tey starvsfólkini, sum ikki hava nøkur sjúkutekin, kunnu vit ikki kanna, segði Tummas í Garði, við útvarpið. Tey fólkini, ið smittaðu starvsfólkini hava verið í samband við, eru fyribils send til hús. Í løtuni verður kannað, í hvønn mun starvsfólkini hava verið í samband við tey smittaðu, fyri at vita, hvussu nógv skulu í sóttarhald. Greinin er dagførd 12 34 Í greinini stóð upprunaliga, at eitt starvsfólk afturat var smittað, men Landssjúkrahúsið váttar nú, at talið er trý og ikki eitt afturat. Tað upplýsir Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, í svari til Aksel V. Johannesen, løgtingsmann, sum spurdi um siglingina um Skopunarfjørð. Jørgen Niclasen sigur, at ferðaætlanin fyri Hasfjord er ikki løgd enn, men landsstýrismaðurin ætlar, at Teistin framvegis skal sigla kvøldtúrararnar. Farmaferjan Hasfjord verður sett í sigling í næstum, og Strandferðslan arbeiðir við ymiskum uppskotum um, hvussu skipið kann verða partur av ferðaætlanini á leiðini. Jørgen Niclasen sigur, at rakstrarjáttanin hjá Strandferðsluni er fyri alt virksemi hjá stovninum, og er ikki markað til ávísar farleiðir, til dømis millum Gomlurætt, Sandoynna og Hest. Tað er samlaða játtanin, sum skal halda, sigur hann. VIT spurdu tykkum børn, nú tit eru heima allíkavæl, um tit kunnu finna onkra vøru í skuffum og skápum, sum er útgingin altso, vøru, sum er farin av dato, og gita, um tit hava funnið nógv Christian Andreasen, forseti í Fótbóltssambandi Føroya, situr í løtuni á videofundi við evropeisku fótbóltssamgonguna. Hann váttar, at endaspælið er útsett í eitt ár, og sostatt verður spælt í døgunum 11. juni til 11. juli 2021. Ætlanin er tá at avgreiða endaspælið í teimum 12 evropeisku býunum, sum upprunaliga ætlanin eisini var. Millum býirnar er danski høvuðsstaðurin Keypmannahavn, har fýra dystir skulu spælast. Ísraelska stjórnin hevur góðtikið, at myndugleikarnir kunnu elta slóðir eftir fartelefonir hjá fólki, sum annaðhvørt eru smittað av coronavirusi, ella eru undir illgruna fyri at verða smittað. Netanyahu sigur, at fyribilslógin hevur til endamáls at tryggja, at myndugleikarnir kunnu geva fólki boð, sum eru smittað, og seta tey í sóttarhald. Ísrael er eitt fólkaræði, og vit skulu halda javnvágina millum borgararættindi og tað, samfelagið hevur brúkt fyri. Hesi amboðini fara at hjálpa okkum at finna tey sjúkau, og forða virusinum at breiða seg, segði hann. Fimm flogfør hjá Atlantic Airways flúgva teir næstu dagarnar teir seinastu føroyingarnar heim, áðrenn vanliga flúgvingin hjá flogfelagnum verður munandi skerd. Teir fimm túrarnir, ið skulu flúgvast, eru fyrst og fremst fyri, at fáa teir føroyingar aftur til landið, ið enn eru staddir uttanlands, sigur Johanna á Bergi. Tað verða mest sum tóm flogfør, ið flúgva til Danmarkar og Gran Canaria, tí hesar túrar eru ikki ætlaðir fólkum, ið ikki hava ávís ørindi. Um tað eru føroyingar, ið ikki megna at koma heim áðrenn rutuflúgvingin steðgar, so verða einkultir túrar enn gjørdir, tá tørvur er á tí, sigur Johanna á Bergi. Heilsumálaráðið heldur, at leysliga mett er brúk fyri 2,3 milliónir krónur nú til fólk, sum eru í kravdum sóttarhaldi á Hotel Vágum og í íbúðum. Tí sleppa ikki fleiri enn 10 fólk at savnast í Danmark, hvørki innandura ella uttandura. Og at kalla alt, sum er opið, verður nú stongt, segði Mette Frederiksen. Óvissa støðan við korona smittuni hevur við sær, at marknaðurin fyri matstovur og gistingarhús, ikki er til í løtuni og tí hevur samtakið valt, at senda flestu starvsfólkini heim og í nýggju serskipanina hjá ALS. Tað eru tvær vikur, síðan fyrsti tilburðurin var staðfestur. Fyrstu dagarnar komu ikki nógv fleiri tilburðir, men seinastu dagarnir er talið vaksið skjótt. Av teimum 47 tilburðunum av korona smittuni, ið eru staðfestir í Føroyum higartil, eru fýra tilburðir staðfestir inni á Landssjúkrahúsinum. Vit hava heitt á starvsfólk um ikki at vera við í smærri, sosialum tiltøkum eftir arbeiðstíð, men heldur halda seg fyri seg sjálvi, sigur Tummas í Garði, læknafakligur stjóri. Børn við serligum koronakróki, tónleikarar við koronakonsertum, koronatekningar eftir egnum ynski og koronayoga eru nøkur av kreativu tilboðunum á sosialu miðlunum Í barnaútvarpinum hava vit sagt, at vit fara at hava ymiskar kappingar. Seinast bóðu vit tykkum senda myndir inn av onkrum gomlum, sum tit funnu í skápinum. Vit hava fingið hópin av myndum av børnum, sum vísa gamlar pakkar av rís, sum eru útgingnir og mangt, mangt annað. Í dag fara vit at biðja tykkum gera eitthvørt kreativt við vesirullum roynið og gerið vesirullulist. Sendið myndir inn og tit eru við í kappingini at vinna páskaregg. Eisini hava vit tosað um at hamstra, og Elin fer at práta við Beintu og Naomi, sum hava hamstara. Margretha Drotning átalaði í gjárkvøldið harðliga, at fólk ikki virða áheitanina frá myndugleikunum um at halda frástøðu frá hvørjum øðrum. Orðini fullu í eini søguligari røðu, sum varð send í donskum sjónvarpi í gjárkvøldið. Burtursæð frá árligu nýggjársheilsanina er hetta fyrstu ferð nakrantíð, at Margretha Drotning talar til fólkið. Allar deildir og stovnar í kommununi hava fingið áheitan um at avgreiða allar rokningar og fakturar so skjótt sum til ber eisini hóast freistin at rinda ikki er farin. Ætlanin er eisini at framskunda smærri umvælingararbeiði fyri at halda vinnuni koyrandi, stendur víðari í skrivinum frá Tórshavnar Kommunu. Eldraøkini hava heitt á næmingar á Heilsuskúla Føroya um at taka vaktir, meðan tey eru heima og fáa fjarundirvísing. Tað upplýsir Heilsuskúli Føroya í skrivi. Undirvísingarstýrið hevur góðtikið áheitanina. Heilsuskúlin hevur í løtuni 70 næmingar úr øllum landinum í skipanini. Hesir hava í dag fingið fyrispurning frá eldraøkinum í Tórshavn um at taka vaktir fyri at avlasta verandi skipanir. Onnur øki hava eisini víst á, at tørvur er á hesum. Fjarundirvísingin á Heilsuskúlanum verður í løtuni tillagað soleiðis, at hetta er gjørligt. Støðan verður tikin upp og eftirmett dagliga fyri at tryggja, at næmingarnir eisini fáa nøktandi læring í teirra útbúgvingum, stendur víðari í skrivinum. Heilsuskúli Føroya heitir samstundis á tey, sum hava tørv á hjálp frá næmingum um at seta seg í samband við skúlan á telduposti. 58 føroyingar hava fingið korona smittuna. Tað upplýsir Lars Fodgaard Møller, landslækni, í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk. 933 eru nú kannað fyri virusið, og sambært tølunum eru 247 í sóttarhaldi, men tað talið er ikki dagført eina tíð, og ert helst munandi hægri. RÆTTING Í fyrstu útgávuni av greinini stóð, at 29 nýggir tilburðir vórðu staðfestir í gjár. Rætta talið er, sambært landslæknanum, 19 tilburðir. Tølini í gjár vóru skeiv, tí nakrir av tilburðunum frá fyrradegnum sum tá vóru 15 komu við tølini dagin eftir. Vit koyra við fullum blussi, sigur Debes Hammershaimb Christiansen, deildarleiðari á kanningardeildini á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Fleiri og fleiri fólk verða kannað fyri korona. Í gjár og fyrradagin vórðu næstan 200 fólk kannað, meðan talið í dag verður omanfyri 200 fólk, sigur Debes Hammershaimb Christiansen. Væntast kann, at enn fleiri fólk verða kannað hvønn dag í næstum. Leiðarin á kanningardeildini sigur, at tey megna væl trýstið, sum nú er, og at tað gongur skjótt við at fáa svar upp á royndirnar. Tey, ið skulu bráðkannast, fáa svar áðrenn tríggir fýra tímar eru gingnir, og tær vanligu kanningarnar taka millum seks og átta tímar. Kanningardeildin hevur fingið styrk úr øðrum deildum á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Í løtuni verða fimm laborantar lærdir upp til at kanna koronaroyndirnar. Tá tey eru upplærd, eru vit væl mannað til at taka okkum av øllum koronaroyndunum, sum koma, sigur Debes Hammershaimb Christiansen. Vandi er tó altíð fyri, at okkurt av okkara starvsfólki skal í sóttarhald ella blíva sjúk sjálvi. Tá kann kanningararbeiðið gerast sárbært. Men sum nú er, gongur arbeiðið skjótt og væl, sigur hann. Hann og familjan hava verið avbyrgd heima við hús, og tey eru nú loyst úr sóttarhaldinum. Onkur teirra hevur verið heima við hús, meðan onnur hava verið á Hotel Vágum. Eingin teirra hevur sjúkueyðkenni. Landslæknin fór eisini beinanvegin at kanna nærri allar teir persónar, sum hann hevði verið í sambandi við. 18 fólk vóru sett í sóttarhald, og tey eru somuleiðis loyst úr sóttarhaldinum. Umborð á Smyrli kunnu í mesta lagi verða 100 ferðafólk í salongunum, og 25 ferðandi hava møguleika at verða í bilinum undir sigling. Teistin tekur 80 ferðafólk, Ternan 50, Sam kann hava 20 í salongini, og 25 ferðandi hava møguleika at verða í bilinum undir sigling. Í fleiri londum eru læknar nú farnir at nýta malariaheilivág til at viðgera korona sjúklingar, og okkurt bendir á, at tað riggar, skrivar Berlingske. Franska blaðið La Provence, skrivar, at ein lækni úr Marseille hevur gjørt kliniskar royndir við 24 sjúklingum, sum hava fingið klorokin móti Covid 19. Eftir viðgerð í átta dagar vóru tríggir fjórðingar av sjúklingunum frískir. Virusið er annars í kroppinum í 20 dagar, skrivar Berlingske. Gongdin hjá sjúklingunum er sammett við gongdina hjá sjúklingum í sjúkrahúsum í Nice og Avignon, har tey ikki hava nýtt sama heilivágin. Har eru 90 prosent av teimum framvegis sjúk, skrivar La Provance. Í Póllandi eru tey eisini farin at nýta sama malariaheilivág, skrivar TVN24. Har verður heilivágurin nýttur móti sjúkueyðkennunum. Kring heimin arbeiða læknar og granskarar við at finna eina koppseting móti Covid 19, sum hevur rakt smá 200 túsund fólk kring heimin. Tí hevur tað stóran týdning at finna heilivág, sum longu er tryggur, sum kann viðgerða og kanska enntá lekja fólk, sum hava Covid 19. Heimsheilsustovnurin, WHO, hevur í fleiri ár ávarað ímóti at brúka klorokin móti malaria í fleiri afrikanskum londum, tí malariumíggjabitin útviklaði mótstøðuføri móti heilivágnum. Sambært AFP skal ein ikki keypa heilivágin uttan resept, og Berlingske leggur áherðslu á, at malariaheilivágurin ikki er váttaður sum ein álítandi viðgerð. Í februar vórðu umleið 890 milliónir krónur goldnar í lønum. Tað eru umleið 55 milliónir krónur meira enn sama mánað í fjør, vísa tøl hjá Hagstovuni. Tølini vísa, at vøksturin í lønargjaldingunum stendur við, hóast vøksturin í talinum av løntakarum er minni, enn hann hevur verið, sigur Hagstovan. Av teimum 890 milliónunum, sum vórðu goldnar í lønum í februar, fingu mannfólk góðar 582 milliónir, ella 65 prosent. Konufólk fingu 309 milliónir, ella 35 prosent av øllum lønargjaldingunum. Umleið 65 prosent av øllum lønum verða goldin í almennu og privatu tænastuvinnunum, 20 prosent í fiskivinnu og aðrari tilfeingisvinnu, og 15 prosent í byggivinnu og aðrari tilvirking. Eg fari at heita á tingfólk at gera skjótt av í tingsalinum, sigur Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður. Hetta verður gjørt til tess at tryggja, at alt tingið ikki noyðist í sóttarhald, tí eitt tingfólk verður staðfest hava Covid 19 virus, siga Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, og Johnhard Klettheyggj, stjóri á løgtingsskrivstovuni, í skrivi til tingmanningina. Fólkaflokkurin 5 tingfólk, Sambandsflokkurin 4, Javnaðarflokkurin 4, Sjálvstýri 1, Tjóðveldi 4, Framsókn 1 og Miðflokkurin 1 tingfólk Tingfundur er ásettur at verða í dag klokkan 13.30. Á skránni er framløga, og tá verða uppskotini í hjálparpakkanum hjá landsstýrinum væntandi løgd fram. Fyrrverandi varaforsetin í USA Joe Biden stendur til at fáa 61 prosent av atkvøðunum í Florida, meðan Bernie Sanders, senatorurin í Vermont, fær 22 prosent. Joe Biden hevur nú vunnið uppstillingarvalini í 19 statum, og nógv bendir á, at hann skal bjóða Donaldi Trump av á forsetavalinum í heyst. Val skuldi eisini vera í Ohio í gjár, men eins í í øðrum statum, varð gjørt av at útseta valið, tí korona virusið breiðir seg skjótt. Vanliga er ongin tíðindasending í sjónvarpinum mikukvøld, men í kvøld er tíðindasendingin á skránni klokkan 19 sum øll onnur gerandiskvøld. Kringvarpið er partur av landsins tilbúgving, og tí er tað ein skylda hjá okkum at áhaldandi kunna føroyingar um støðuna á øllum okkara pallum, sigur Georg L. Petersen, tíðindaleiðari. Fyrradagin varð fyribils innferðareftirlit sett í verk í Føroyum. Hetta skuldi steðga møguligum útlendingum, sum ikki hava lógliga heimild til at ferðast inn í Føroyar og ríkisfelagsskapin, í at koma til Føroya. Fútin sigur, at vanliga vera ólóglig ferðafólk sett á sama flogfar avstaðaftur, men av tí at onki flogsamband var aftur til Íslands úr Føroyum, vórðu hesi fýra ferðafólkini sett á flogfarið til Danmarkar, har tey síðani kunnu flúgva aftur til Íslands. Vanliga verður bót givin, um fólk ólógliga royna at koma inn í landið, men hetta var ein serstøða, og tí varð bót ikki givin í hesum førinum, upplýsir fútin. Vit hava fingið fleiri brøv og myndir sendandi. Eitt nú fingu vit bræv frá Oliviu, sum hevur føðingardag. Jónas er í Famará, og hann fer at greiða frá, hvat hann ger um dagarnar. Seinastu tvær vikurnar er eftirspurningurin av spritti farin um øll mørk, og framferðarhátturin av innkeypi av spritti er púra skilaleysur og burturvið. Tað siga Apoteksverkið og Kemilux, sum nú í felag heita staðiliga á allar føroyingar um at nýta vit og skil í sambandi við sprittnýtsluna. Tað er ongin orsøk til at spritta seg fleiri ferðir um dagin, um so er, at fólk hava atgongd til vatn og sápu, sigur Hjalti Gunnarstein, landsapotekari. Nú Gist og Vist og handlarnir í SMS hava sent hundraðtals fólk til hús, væntar Magni á Deild Olsen, stjóri í ALS, at talið av arbeiðsleysum verður fleirfaldað. Landsstýrið kunngjørdi um vikuskiftið ein fíggjarligan hjálparpakka, ið skal veita hjálp til tær fyritøkur og borgarar, ið kunna enda í fíggjarligum óføri í samband við korona tiltøkini. Eitt av átøkunum í hjálparpakkanum er at víðka um ALS grunnin, so at hann eisini fevnir um løntakarar og sjálvstøðug vinnurekandi, ið eru sett í ella verða tilmæld at fara í sóttarhald. Harumframt skulu løntakarar fáa arbeiðsloysisstuðul sum eitt ískoyti, um tað gerst neyðugt hjá arbeiðsgevarum at seta starvsfólk niður í tíð. Higartil er talið av arbeiðsleysum í ALS skipanini 282 fólk, men eftir at Gist og Vist samtakið í gjárkvøldið boðaði frá, at hundraðtals starvsfólk verða send til hús, fer talið at veksa. Men hóast talan er um ein øgiligan vøkstur í talinum av arbeiðsleysum, so er ALS grunnurin væl fyri at lofta teimum, ið nú fáa tørv á hjálp, sigur Magni á Deild, stjóri. Líka síðan telefonlinjurnar lótu upp mánamorgun hevur gravgangur verið av fólkum, ið hava spurningar til ALS skipanina, sigur Magni á Deild Olsen, stjóri á ALS. Um fólk vilja brúka slíkan heilivág fyri Covid 19, mæla heilsufakligu myndugleikarnir til at brúka parasetamol. Tað kann vera Panodil ella Pinex. Tingnevndirnar hava fingið hálvan annan tíma at skriva álit til tey fýra uppskotini í hjálparpakkanum, sum landsstýrið hevur lagt fram, í sambandi við koronakreppuna. Orðaskiftið var stutt, tí framsøgufólkini fingu bara tveir minuttir at halda røðu, og møguleiki var ikki at gera viðmerkingar til framsøgufólkini. Eftir framsøgurøðurnar vórðu uppskotini beind í nevnd. Tær hava fingið hálvan annan tima skriva álit, tí tingfundur er settur at verða aftur klokkan 16, tá álitini skulu leggjast fram. Í lítla, italska býnum Vo, sum var í miðdeplinum av evropeiska koronaútbrotinum, hevur tað eydnast at steðga útbreiðsluni av virussinum, og nú verða eingir nýggir tilburðir staðfestir, skrivar Financial Times. Andrea Crisanti, ein smittuserfrøðingur við Imperial College í London, sum var partur av smittutálmanini í Vo, heitir á lond, sum hava avmarkað royndir av fólki millum annað Bretland og USA at økja um talið av royndum. Tað er skeivt, at politiski myndugleikin ikki hevur viðgjørt hjálparpakkan til fyritøkur og løntakarar við fakfeløgini. Tað metir Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum. Talan er kortini ikki um innihaldið av hjálparpakkanum, ið formaður í Starvsmannafelagnum er misnøgdur við, men sjálvan arbeiðsháttin. Nú er fyrsti hjálparpakkin samtyktur á tingi, men um talan verður um fleiri hjálparpakkar, so eru fakfeløgini klár at taka lut í arbeiðinum, sigur Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum. Bjarni Árting Rubeksen, myndamaðurin hjá Kringvarpi Føroya, skuldi í dag sleppa at royna tað, sum Palle í heimskendu, donsku myndabókini Palle alene i verden frá 1942 eisini slapp. Nevniliga at fáa kensluna av at vera einsamallur í allari verðini. Tað var í øllum føroyum ætlanin, nú Føroyar eru farnar í lockdown. Men hóast høvðusstaðurin var rættiliga manntómur, so hevði góða veðrið yvirskuggað óttan fyri koronavirusinum og lokkað nøkur fólk út í sólina. Men tað var lítið afturímóti ein vanligan mikudag. Frammanundan var einki ivamál um, at hjálparpakkin bleiv samtyktur, tí allir flokkar á tingi vóru kunnaðir um uppskotið og høvdu tikið undir við tí. Og løgtingsformaðurin brúkti eisini høvi at takka flokkunum í samgonguni og andstøðuni fyri, at tað bar til at avgreiða málið so skjótt. Hjálparpakkin er skrúvaður saman av trimum lógaruppskotum, hvørs endamál eru at veita ískoyti til niðursetta arbeiðstíð, endurrindan av løn undir sjúku, tiltøk at bøta um likviditetin hjá fyritøkum og garantiskipan fyri rakstrarfígging til fyritøkur. Harumframt samtykti løgtingið at bíða við at viðgera játtanarkarmarnar til seinni í ár. Nógvur nýggjur tónleiku er sum vant á skránni, men í seinna tímanum verður ferðast aftur til tónleikaárið 1983, tá eisini nógvur spika hamrandi feitur tónleikur kom út. Gleði tykkum til tónleik við eitt nú Styx, Depeche Mode, Lionel Richie og Journey. Men eingin Leitisstein sending uttan nýggja tónleik við eitt nú Tame Impala, Rufus Wainwright, Caribou og Gretu. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, fegnast um at hjálparpakkin er samtyktur, men hann kann ikki siga enn, um ein annar hjálparpakki er á veg. Arbeitt verður í løtuni við at broyta epidemilógina, so hon fer at geva myndugleikunum heimild at geva boð, heldur enn tilmælir um átøk í samband við korona smittuna. RÆTTING 19. mars klokkan 15 17 . Í innslagnum sigur Jógvan Páll Lassen, advokatur, at epidemilóggávan áleggur fólki eina fráboðanarskyldu, vita tey um fólk við korona smittuni. Løgreglan hevur síðani gjørt varug við, at tað er ikki rætt. Korona virusið Covid 19 er ikki á listanum yvir sjúkur, sum áleggja okkum at boða myndugleikunum frá. Tað finnast tveir slíkir listar, ein fyri alment farlige sygdomme og ein fyri øvrigt smitsomme og andre overførbare sygdomme . Fráboðanarskyldan fevnir um fyrra listan og korona virusið er á seinna listanum. Jógvan Páll Lassen váttar, at bland kom í hesar báðar listar, tá hann úttalaði seg til Dag og Viku í gjárkvøldi. Løgtingsins umboðsmaður, sum hevur viðgjørt eina kæru um Trygdargrunnin, sum noktaði at geva innlit í hýrurnar í 2018, undrast á, at Hagstovan ikki dagførdi hýrurnar hjá fiskimonnum. Gilli Wardum, stjóri í Hagstovuni, sigur, at hann segði Løgtingsins umboðsmanni fyri einari tíð síðani, at Hagstovan fekk liðug tøl um hýrur frá Fiskimannafelagnum. Men í 2018 boðaði Fiskimannafelagið frá, at felagið brúkti nærum eitt ársverk til at gera hagtølini. Felagið avgjørdi tí at raðfesta orkuna til annað virksemi. Tí hevði Hagstovan eingi hýratøl fyri 2018. Hagstovan hevur havt samband við Trygdargrunnin. Tað vísir seg tó at vera ivasamt, um tað ber til at endurskapa hagtøl eftir sama leisti, sum Fiskimannafelagið í nógv ár brúkti. Tí eru hýrurnar ikki dagførdar, sigur Hagstovan. Hagstovan vil ikki hava sitandi á sær, at hon hevur niðurraðfest hagtølini um hýrurnar. Og Hagstovan fer nú eftir tølunum hjá Trygdargrunninum um hýrurnar. Grundarlag er ikki fyri at leggja fyri løgtingið játtanarkarmar, sum eru veruleikakendir, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, sum annars skuldi leggja fram uppskotið um játtanarkarmar fyri 1.april. Royndirnar úr Klaksvík og hinum sjúkrahúsunum verða sendar á Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, sum er ein av stovnunum, ið ikki hevur sett ferðina niður seinastu tíðina. Tað upplýsir Lars Fodgaard Møller, landslækni, í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk. Í gjár vóru í alt 58 tilburðir av koronasmittuni. Tí sambært teimum trimum lógunum komu tær í gildi hósdagin í farnu viku, tá løgmaður boðaði frá herdum tiltøkum fyri at basa koronasmittuni. Hon varð kannað og fekk staðfest COVID 19 tann 5. mars. Kvinnan varð sett í sóttarhald á Hotel Vágum, og heilsustøðan hevur verið góð alla tíðina. Fyrradagin mælti WHO frá at brúka ibuprofen, tí heilivágurin inniheldur ipren. Orsøkin var, at fronsk gransking segði seg kunna staðfesta, at ibuprofen gjørdi sjúkueyðkennini av koronavirusinum verri. Við tí vitan, vit hava í løtuni, so mæla vit ikki fólki frá brúka ibuprofen. Vit vita eink idømi um, at ibuprofen hevur neiligar ávirkan á fólk, sum eru smittað við koronavirusinum, skrivar WHO á Twitter. Men í Almannamálaráðnum verður umhugsað at fáa fosturforeldrini við í lógina, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna. Afturat samsýningini verða løgd gjald til Arbeiðsloysisskipanina, gjald til Barsilsgrunnin, gjald til Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin, Samhaldsfasta, og bundna eftirlønargjaldið. Bara fjølmiðlsfólk hava atgongd til tíðindafundin, men Kringvarpið sendir beinleiðis frá fundinum, bæði í útvarpinum og sjónvarpinum. Almannamálaráðið sigur, at uppskotið tryggjar, at skattainntøkurnar hjá landi og kommunum í ein ávísan mun verða varðveittar, hóast virksemið í samfelagnum minkar nógv. 72 føroyingar eru nú smittaðir við koronavirusinum, Covid 19. Tað boðar landslæknin, Lars Fodgaard Møller, frá á almennu koronasíðuni, corona.fo. Harvið eru 14 nýggir tilburðir av coronavirusinum staðfestir síðani í gjár, tá tað vóru 58 tilburður samanlagt. Samanlagt eru 1221 fólk nú kannað í Føroyum. Tað merkir, at bara seinasta døgnið eru 288 kanningar fyri korona gjørdar. Landslæknin er nøgdur við gongdina í løtuni. Tey, sum vilja tað, kunnu framvegis lata landskassanum meirvirðisgjaldsuppgerð fyri fyrsta ársfjórðing í ár tann 10.mai, sum lógin sigur. Freistin fyri fyrsta ársfjórðing er 15.november, so hon ikki kemur í bland við freistina fyri triðja ársfjórðing, sum er 10.november, sigur Fíggjarmálaráðið. Allir flokkar í fólkatinginum eru til reiðar at játta eina trísifraða milliardaupphædd at hjálpa danska vinnulívinum burtur úr koronakreppuni. Hetta er ein serlig støða, og átøkini eru galdandi í tríggjar mánaðir. Verða hesi stigini ikki tikin, verða túsundtals fólk arbeiðsleys, og fyritøkur lata aftur. Henda íløgan verður gjørd fyri at bjarga Danmark í einari sera torførari støðu, og eisini vælferðini í landinum, segði Nicolai Wammen, fíggjarmálaráðharri. Hann segði, at danski búskapurin er væl fyri, og tí hevur landið ráð at seta tiltøkini í verk. Og ráð eru at brúka meira pengar, verður tað neyðugt. Vit vita ikki, hvussu nógv tey fara at kosta, men vit fara at hjálpa Danmark í hesi støðu, og vit gera tað í felag, segði Nicolai Wammen, fíggjarmálaráðharri, á tíðindafundinum. Ferðatryggingargrunnurin, Rejsegarantifonden, fær almenna trygd fyri 1,5 milliardum krónum, til tess at hjálpa fyritøkum í ferðavinnuni Krøvini um at fáa dagpening og sjúkradagpening linka, og næmingar og lesandi, sum eru í vanda fyri at missa arbeiðið, fáa betri lánsmøguleikar. Samráðst hevur verið á Christiansborg í alla nátt um hjálparpakkan, eftir at stjórnin í gjár legði fram sítt uppskot um hjálparátøk. Vinstriflokkurin, Radikali flokkurin og Danski fólkaflokkutin mæltu til at stovna ein hjálpargrunn við 300 milliardum krónum, men eingin avtala er gjørd um at stovna hjálpargrunn. Í 1987 keypti Justinus Eidesgaard fyrstu niðursetuhúsini á Hellunum. Nøkur ár seinni fekk hann eisini møguleikan at keypa annað niðursetuhúsið á Hellunum bæði standa undir liðini á hvørjum øðrum. Hann hevur brúkt omanfyri hálvtannaðhundrað rekar, sum hava havt ein langan og drúgvan túr til Føroya, tí teir flestu er komnir úr Sibiria. Tað upplýsti Margit Stórá, varastjóri á Landssjúkrahúsinum, á tíðindafundinum, sum heilsumyndugleikarnir hildu klokkan 11 í morgun. Tað er serliga reingerðarfólkum, sum vit hava brúk fyri, nú tað eru fleiri fólk inni nøkur støð á sjúkrahúsunum, sigur Margit Stórá, varastjóri. Í løtuni er tørvurin á sjálvbodnari hjálp fyribils nøktaður hjá okkum, men hetta kann broytast seinni, sigur Margit Stórá, varastjóri á Landssjúkrahúsinum. Tað var mánadagin, at sjúkrahúsverkið sendi út eina almenna áheitan til føroyingar um, at brúk er fyri hjálp frá almenninginum, nú sjúkrahúsini eru undir stórum trýsti. Eldrasamstarvið hjá kommununum á Skálafjørðinum, Roðin, lýsti fyrr í vikuni eftir fólki, ið kundu koma at hjálpa teimum at vera um fólkini á ellis og røktarheimunum. Tey, ið hava boðað frá, at tey vilja hjálpa, eru lesandi á Heilsuskúlanum og sjúkrarøktarfrøðislesandii, eisini pensjóneraðir sjúkrarøktarfrøðingar hava boðið seg fram. Støðan á heimunum hjá Roðanum er annars góð í løtuni. Men vit hava biðið um hjálp, fyri at binda um heilan fingur. Tí, um vit brádliga fáa forfall, sleppa vit undan at leita eftir fólki tá, sigur Jóngerð Guttesen. Summi av teimum, sum hava boðið seg fram, eru longu farin til arbeiðis. Tað er serliga reingerð, ið tey kunnu hjálpa við, umframt at loysa ymiskar uppgávur hjá dagligu starvsfólkunum, soleiðis at tey eru leys at vera meira um tey gomlu, sigur leiðarin. Vit hava eisini sett eyka starvsfólk, soleiðis at fleiri kunnu vera um tey gomlu, nú tey ikki kunnu fáa vitjan av familjunum. Vit gera alt fyri, at tey ikki skulu kenna seg einsamøll. Jóngerð Guttesen sigur eisini, at hýrurin á ellisheimunum tykist vera góður. Tey gomlu skilja væl støðuna og góðtaka, at tey mugu vera meira avbygrd. Hóast fleiri hava meldað seg til at hjálpa okkum, eru fleiri vælkomin at melda seg til. Vit hava brúk fyri so nógvum, sum til ber. Tað er ikki neyðugt at hava nakra fakliga bakgrund ella royndir sum so. Øll kunnu loysa onkra uppgávu, sigur Jóngerð Guttesen, leiðari á Roðanum. Kommunurnar eru ójavnar á máli um, hvussu verður við barnaansingargjaldinum, nú bara fá børn verða ansað á dagstovnunum kring landið. Eingin veit, hvussu leingi hendan støðan fer at vara, men vit hava avgjørt, at tey, sum ikki fáa børn ansað í løtuni, fáa gjaldið afturgoldið. Og hann fær stuðul frá borgarstjórunum í Runavíkar kommunu og Klaksvíkar kommunu. Teir siga báðir, at hóast málið ikki er viðgjørt politiskt, so vænta teir, at borgarar fáa okkurt slag av endurgjaldi, um teir ikki brúka barnaansingartilboðið hjá kommununum. Stovnarnir eru stongdir í tvær vikur, so vit taka sjálvandi ikki gjald fyri nakað, ið fólk ikki brúka, sigur Johan Christiansen, borgarstjóri, í samband við, at kommunan hevur minkað ansingargjaldið niður í helvt. Annika Olsen og Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjórar, siga, at tey ikki hava tikið nakra støðu til spurningin, tí hetta er eitt mál fyri Kommunufelagið at taka støðu til. Vit hava tørv á eini felags loysn, so at kommunurnar ikki verða settar upp móti hvørjari aðrari, sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu. Dennis Holm, formaður í Kommunufelagnum, sigur, at størsta avbjóðingin hjá kommununum í løtuni er eldraøkið, nú koronasmittan herjar. Skógrøkt søkir nú eftir einum fólki, einum leiðara, sum kann miðla royndirnar og vitanina, sum Skógrøkt gevur, so onnur eisini fáa gleði og gagn av teimum. Nýggi leiðarin tekur við eftir Michael K. Jacobæus, sum bleiv settur í starvið í august 2017. Men hann hevur sagt upp, og er givin. Tað er í løtuni líka so nógv ferðsla á netinum mitt um dagin, sum tað vanliga plagdi at vera um kvøldarnar, sigur Gudny Langgaard, stjóri. Franski ES kommisserurin, Thierry Breton, hevur heitt á Netflix um at seta góðskuna niður, tí stroymingtænastur seta stór krøv til fjarskiftisnetini. Ein býráðslimur í Tórshavnar býráð hevur fingið staðfest koronavirus. Tað váttar Annika Olsen, borgarastjóri í Havn, fyri Kringvarpinum. Býráðslimurin, sum er smittaður, var í býráðsarbeiði fyri 10 døgum síðani. Annika Olsen vil í løtuni ikki siga, um aðrir býráðslimir skulu í sóttarhald. Hetta ávirkar ikki býráðsarbeiðið annars, tí vit fylgja tilmælunum frá myndugleikunum, og vit arbeiða við videofundum, sigur Annika Olsen. Á løgtingsvalinum í fjør vann høgravongurin á vinstravonginum, og vinstravongurin mátti lata valdið frá sær. Men flokkarnir, sum sótu í samgongu farna valskeið, kundu fegnast um, at teir fingu heilt nýggjar politikarar valdar á ting. Tann 25 ára gamli, Bjarni Kárason Petersen, varð valdur fyri Framsókn, og nýggjur tinglimur fyri Tjóðveldi gjørdist tann 23 ára gamla, Hervør Pálsdóttir. Á javnaðarlistanum streyk tann 28 ára gamla, Ingilín Didriksen Strøm, inn á ting. Toppskorari millum tey ungu gjørdist tó Beinir Johannesen úr Fólkaflokkinum, sum vað valdur við 995 atkvøðum. Nú seks mánaðir eftir valið hava vit sett teimum fýra stevnu og spyrja millum annað, hvat tey hava lært á tingi. Lagt til rættis Uni Arge. Filmað og klipt Jógvan Eli Dam. Tiltøkini, sum eru sett í verk í Føroyum móti koronasmittuni, gera mun. Tað sigur landslæknin, sum mælir til, at skúlarnir verða stongdir longri enn tær tvær vikurnar, sum higartil fráboðað. Í Kringvarpinum fáa vit í hesum døgum nógvar spurningar frá fólki. Millum annað spyrja fólk, hvussu tey skulu bera seg at, tá tey skulu til handils. Og hvussu við teimum útsettu krambakallunum Vit hava verið til handils við Pál Weihe. Í handlinum Inn úti í Grønlandi í Havn eru tað nógv fleiri enn vant, sum keypa á heimasíðuni og fáa vøruna koyrda til dyrnar. Og nú talið av starvsfólkum er minni enn vant, kom Reyði krossur handlinum til hjálpar og fær ómaksgjaldið fyri útkoyringina afturfyri. Reyði krossur Føroya hevur umleið 90 sjálvboðin fólk, sum í hesum døgum eisini hava gingið túr við hundum hjá fólki, koyrt fólk heim av flogvøllinum, sum skulu í sjálvboðið sóttarhald og prátað við fólk, sum hava tørv á tí. Higartil hava 78 fólk sett seg á listan hjá VEKS samstarvinum, sum fevnir um Vestmanna, Eiði, Kvívík og Sunda Kommunu. Tað sigur Niels A. Joensen, leiðari fyri VEKS. Átta nýggir koronatilburðir eru staðfestir seinasta samdøgrið. Tað merkir at 80 tilburðir eru staðfestir samanlagt Tað siga nýggjastu tølini á corona.fo. 1641 royndir eru nú gjørdar samanlagt, og meir enn 675 fólk eru í sóttarhaldi. RÆTTING Greinin er rættað. Tølini frá myndugleikunum søgdu fyrst 84, men vórðu síðan rættaði til 80. Lýsingin kann skiljast, sum munn og nasarmaskur verja privatfólk móti smittu, men Brúkaraumboðið vísir á, at almennu heilsumyndugleikarnir ikki mæla vanligum fólki til at brúka munn og nasarmasku. Á tíðindafundinum vera Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum, Eyðun Christiansen, stjóri í Kommmunufelagnum, og Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD. Av tí at hvørki vinnufelagalógin ella ársroknskaparlógin loyva Skrásetingini at leingja freistina at halda aðalfund og lata inn ársfrásagnir, mælir Skrásetingin nú til, at tey feløg, sum hava møguleika fyri at halda elektróniskan aðalfund, gera tað, og at feløgini upplýsa um møguleikan at møta á aðalfundinum við fulltrú ella at atkvøða við brævi. 51 fólk, sum viðkomandi hevði havt samband við, vóru eisini sett í sóttarhald. Eingin teirra hevur sjúkueyðkenni, og tey eru øll loyst úr sóttarhaldinum. Tað, sum ALS rindar fiskimonnum, sum koma í skipanina, tí teir eru sendir í land, men ikki uppsagdir, skal ALS fáa aftur frá Trygdargrunni fiskivinnunar. Undir yvirskriftini avleiðingar av lógini, stendur at, av tí, at henda skipanin ger tað møguligt hjá fiskimonnum at fáa útgjald úr Arbeiðsloysisskipanini á sama hátt sum aðrir løntakarar, er avrátt, at Trygdargrunnur fiskivinnunar endurrindar Arbeiðsloysisskipanini útreiðslurnar, sum standast av hesum partinum av kreppuátakinum. Psykiatriski depilin hevur skipað telefonlinjur, sum sálarsjúk kunnu ringja til, men hesar linjur eru bara fyri tey, sum hava tilknýti til depilin frammanundan. Tórmóður Stóra, leiðandi yvirlækni á Psykiatriska deplinum, sigur, at hann skilir støðuna hjá teimum sálarsjúku, men depilin má fyrst og fremst taka sær av teimum, sum eru knýtt at deplinum. Korona Kunna um støðuna á almannaøkinum Tíðindafundur verður í Kringvarpinum klokkan 11. Aftur í dag verður tíðindafundur í sambandi við korona, og í dag verður kunnað um støðuna á almannaøkinum. Á tíðindafundinum vera Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum, Eyðun Christiansen, stjóri í Kommmunufelagnum, og Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD. Tíðindafundurin verður í Kringvarpinum klokkan 11, verður sendur í útvarpinum og sjónvarpinum. Heibrith Jakobsen hevur seinastu sjey vikurnar luttikið í Nýskapan í ferðavinnuni við sínari verkætlan at selja yoga til ferðafólk í føroysku náttúruni. Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag eru samd um, at kommunur og eldrasamstørvini kunnu flyta einstøk starvsfólk á dagstovnaøkinum at arbeiða á eldraøkinum. Soleiðis kunnu námsfrøðingar og hjálparfólk verða sett í vaktir á eldraøkinum samsvarandi teimum ætlanum, sum eldraøkið hevur. Atlit skal kortini takast at viðurskiftunum hjá einstaka starvsfólkinum. Lønin fyri møguligt meirarbeiði yvirtíð, samsýningin fyri ólagaligar arbeiðstíðir og annað, verður eisini eftir galdandi sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag. Avtalan verður endurskoðað javnan, og dettur burtur av sær sjálvari, tá koronasmittan ikki longur ávirkar tørvin á starvsfólkum á dagstovnaøkinum og eldraøkinum, sigur Kommunala Arbeiðsgevarafelagið í tíðindaskrivi. Frávikini kunnu gerast, tá tað er avgerandi neyðugt. Og nú koronasmittan herjar, verður ásetinginin um frávík tikin í nýtslu, sigur Arbeiðs og brunaeftirlitið. Tað ber í sær, at arbeiðspláss, ið eru undir serligum trýsti orsakað av covid 19, eitt nú sjúkrahús, samdøgurstovnar, heimarøkt og tilbúgving, kunnu gera frávik frá reglunum um hvílitíð, sum er í minsta lagi 11 samanhangandi tímar. Tó skal hvílitíðin í minsta lagi verða átta samanhangandi tímar. Sunnu og halgidagsareiði Harumframt ber til at víkja frá reglunum um sunnu og halgidagsarbeiði, um so er, at hetta er avgerandi neyðugt fyri at gera arbeiðið. Hetta frávikið kann eisini vera galdandi fyri til dømis tær fyritøkur, ið skulu útvega matvøruhandlum vøru. Arbeiðs og brunaeftirlitið leggur dent á, at arbeiðið eisini í støðuni, sum Føroyar eru í, í sambandi vi koronasmittuna skal vera útint á ein tryggan hátt. Á fundinum vera Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, og Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis og mentamálum. Betri samtakið letur 10 milliónir krónur í bráðfeingishjálp til føroyska sjúkrahúsverkið. Peningurin verður latin til útgerð, ið skal brúkast í stríðnum ímóti koronasjúkuni, sigur samtakið í tíðindaskrivi. Kostnaðurin fyri útgerðina er vaksin sera nógv, nú eftirspurningurin er vaksin so brádliga um allan heimin, sigur Steinar Eirikstoft, forstjóri í sjúkrahúsverkinum, sambært tíðindaskrivinum. Stuðulsgrunnurin hjá Betri, ið letur sjúkrahúsverkinum peningin, stuðlar sjúkufyribyrgjandi tiltøkum. Grunnurin læt í fjør 5,7 milliónir krónur í stuðli til verkætlanir og átøk. Óvissan um, hvussu leingi COVID 19 fer at herja, ber í sær, at tað í løtuni er sera trupult at meta um, hvørjar langskygdar avleiðingar virusið fer at hava fyri virksemið og fíggjarliga úrslitið hjá BankNordik samtakinum, sigur bankin í tíðindaskrivi. Nevndin í BankNordik hevur tískil avgjørt fyribils at avtaka áður fráboðaðu væntanirnar um 100 150 milliónir krónur í nettoúrsliti fyri 2020, hóast virksemið hevur roynst væl higartil í ár. Fíggjarligu útlitini fyri 2019 verða dagførd í sambandi við roknskapin fyri fyrsta ársfjórðing, sum verður kunngjørdur tann 30. apríl. Tá nýggjur ársaðalfundur verður ásettur, fer nevndin í bankanum at viðgera vinningsbýtið fyri 2019 av nýggjum, við støði í fíggjarligu støðuni og útlitunum fyri framtíðina. Ein tíðindafundur verður aftrat í dag, har kunnað verður um støðuna við koronasmittuni í Føroyum. Á fundinum vera Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, og Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis og mentamálum. Tíðindafundurin verður klokkan 16, og hann verður sendur beinleiðis í Kringvarpinum, sjónvarpi og útvarpi. Umleið 180 starvsfólk hjá Atlantic Airways fara fyribils í serskipanina hjá ALS, so leingi avleiðingarnar av koronakreppuni merkjast av álvara. Avleiðingarnar av COVID 19 eru í løtuni ógvisligar fyri flogfelagið, men talan verður um krepputiltøk í eitt avmarkað tíðarskeið fyri at tryggja haldførið til framtíðarvirksemið hjá felagnum. Tað er neyðugt at tátta í beinanvegin fyri at tryggja búskaparliga grundarlagið hjá føroyska flogfelagnum, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways. Krepputiltøkini eru fyribils galdandi til 30. apríl. Um so er, at støðan broytist, verður virksemið tikið uppaftur sum skjótast, sigur flogfelagið í tíðindaskrivinum. Atlantsflog steðgar nú við at kalla øllum sínum virksemi fyribils. Flogið verður bara tríggjar ferðir um vikuna millum Vágar og Keypmannahavn. Flúgvingin er fyrst og fremst ætlað til sjúkraflutning og at flúgva føroyingar, sum arbeiða uttanlands. Vanlig ferðafólkaflúgving heldur tí uppat. Avleiðingin av tí er, at umleið 180 starvsfólk hjá Atlantic Airways fyribils ikki sleppa til arbeiðis men verða flutt í serskipanina hjá ALS, sum er partur av hjálparpakkanum hjá landsstýrinum. Krepputiltøkini hjá Atlantsflog eru fyribils galdandi til 30. apríl, upplýsir felagið. Á tíðindafundi seinnapartin fríggjadagin kunngjørdi løgmaður, Báður á Steig Nielsen, at tiltækini, sum vórðu kunngjørd 12. mars halda fram til 13. apríl. Betri Stuðulsgrunnurin veitir nú 10 milliónir í bráðfeingishjálp til føroyska sjúkrahúsverkið. Koronasmittan er størsta heilsuliga avbjóðing, sum Føroyar hava staðið yvir fyri í nýggjari tíð, og tí var grunnurin ikki í iva um at stuðla hesum týðandi arbeiði, skrivar Betri Samtakið í einum tíðindaskrivi í dag. Á Landssjúkrahúsinum merkja tey, at útgerðin til at basa koronasmittuni dýrkar meir og meir. Tí fegnast sjúkrahússtjórin um peningagávuna, ið fer óskerd til koronatilbúgvingina í Føroyum. Hetta ger sera stóran mun hjá okkum, tí kostnaðurin av júst hesi útgerð er vaksin sera nógv, nú eftirspurningurin er vaksin so brádliga um allan heim. Vit eru sera takksom. Eg havi verið í sambandi við landsstýrismannin við heilsumálum, sum eisini vil senda eina hjartans tøkk, sigur Steinar Eirikstoft, forstjóri fyri sjúkrahúsverkið. Serskipanin hjá ALS tryggjar fólki, sum ikki sleppa til arbeiðis vegna korona smittuna, inntøku frá ALS. Mesta útgjaldið frá ALS er um dagarnar hækkað upp í 20.000 krónur um mánaðin, umframt eftirløn og arbeiðsmarknaðargjøld. Nú koronasmittan herjar í Føroyum, hava Strandfaraskip Landsins sett trygdarátøk í verk umborð á Teistanum. Hetta er fyri at verja bæði ferðafólk og manning, og fyri at tryggja siglingina um skopunarfjørð um nú korona kemur á gátt her heima. Ferðaætlanin hjá Teistanum er skerd, fyribils fram til 30. mars. Væntandi verður hetta longt til eftir páskir, sambært Bárði á Steig, Løgmanni, á tíðindafundinum fyrr í dag. Sum nakað nýtt, kunnu ferðafólkini nú vera sitandi í bilinum, og annars skulu tey halda seg í bakborðssíðuni á skipinum. Manningin heldur seg í stýriborðssíðuni. 20. mars skuldi Jasmin byrja sína fyrstu konsertferð uttanfyri Føroyar. Men tá hetta varð avlýst, fór bólkurin saman í sjálvboðið sóttarhald á Skála at gera nýggjan tónleik. 12 fólk er ein øking samanborið við tey bæði seinastu samdøgrini. Hósdagin og fríggjadagin var økingin við smittaðum fólki átta hvønn dag. Kenny Rogers var virkin tónleikari í meiri enn 60 ár, vann tríggjar Grammy virðislønir og var í uppskoti 19 ferðir. Millum sangirnar, hann vann eina Grammy virðisløn fyri, var The Gambler í 1978. Rogers royndi seg eisini sum sjónleikari og hevði egið plátufelag. Hann var giftur Wandu Miller og hevði fimm børn, nú hann legði árarnar inn 81 ára gamal. Í morgun komu boðini um, at 12 føroyingar aftrat hava fingið staðfest korona. Sostatt fór talið úr 80 upp í 92, ið hava fingið staðfest smittuna. Men nú 14 eru frísk aftur, er samlaða talið av føroyingum, ið hava korona, 78. Fyri at staðfesta, at smittaði fólk eru frísk aftur, skulu ganga 48 tímar uttan sjúkueyðkenni. Tá bera tey ikki smittuna longur og kunnu loysast úr sóttarhaldi, sigur Bjarni á Steig, yvirlækni og ráðgevi hjá Heilsumálaráðnum, í skrivi sent miðlunum. Tey, ið eru í sóttarhaldi, tí tey hava havt samband við ein smittaðan persón, skulu framhaldandi verða í sóttarhaldi í 14 dagar, tí tey kunnu vera smittuberi í tvær vikur, sigur hann. Petur Rouch, sum hevur gjørt countrysendingar í Kringvarpinum í nógv ár, sigur, nú Kenny Rogers er deyður 81 ára gamal, at amerikanski countrysangarin sang ein av heimsins bestu countrysangum The Gambler . Hann hevði, sambært Peturi Rouch, eina øðrvísi bakgrund enn fleiri aðrir countrytónleikarar, men dugdi at siga søgur og hevði eina behagiliga rødd. Upprunaliga væntaði BankNordik millum 100 og 150 milliónir krónur í nettoúrsliti fyri í ár. Men henda meting er fyribils strikað, sigur bankin, nú aðalfundurin er útsettur fyribils vegna koronasmittuna. Tað er serliga ferðavinnan og avleiddu vinnurnar av henni, ið merkja smeitin av korona smittuni. Men minni virksemi vil eisini merkja færri pengar hjá húsarhaldunum. Og tí fegnast Árni Ellefsen um hjálparpakkan hjá landsstýrinum, har fólk fáa pengar frá ALS, um teirra arbeiði verður rakt av korona kreppuni. Tá BankNordik í gjár boðaði frá, at aðalfundurin sum skuldi vera 26. mars fyribils er útsettur, heilt einfalt tí at tað ikki er ráðiligt at savna so nógv fólk á einum stað var spurningurin um vinningsbýti eisini nevndur. Í upprunaligu innkallingini til aðalfundin stóð, at BankNordik ætlar at lata 67,2 milliónir í vinningsbýti, sjey krónur fyri partabrævið. Í fráboðanini í gjár stendur, at nevndin nú fer at viðgera vinningsbýtið fyri 2019 av nýggjum við støði í fíggjarligu støðuni og útlitunum fyri framtíðina. Námsfrøðingar, sum arbeiða á dagstovnaøkinum, standa nú til reiðar at fara til arbeiðis á eldraøkinum, skuldi tørvur verið á arbeiðsmegi har. Pedagogfelagið upplýsir, at avtalan inniber, at starvsfólk sum átaka sær vaktir ella uppgávur á eldraøkinum, fáa sína vanligu løn. Um tey arbeiða meira enn teirra verandi setan, eru vanligu sáttmálatreytirnar galdandi, um meirtíð ella yvirtíð. Gjøldini fyri ólagaliga arbeiðstíð skulu eisini veitast, umframt at arbeiðstíðaravtalan við Fíggjarmálaráðið eisini er galdandi fyri tey. Sambært Jógvani Philbrow, formanni í Pedagogfelagnum, er talan um eina sjálvbodna skipan. Tað vil siga, at fólk kunnu siga nei, um tað av einhvørjari orsøki ikki ber til hjá teimum at fara til arbeiðis á eldraøkinum. Í dag hoyra vit nýggjan countrytónleik úr USA og Onglandi. Vit hoyra um eina konsert í Skotlandi, sum verturin ikki slapp til orsakað av koronusmittuni, og so verður nakað meira gjørt burtur úr eini spennandi Outlaw útgávu hjá Creed Fisher. Men hóast almennu fráboðanirnar higartil eru, at OL verður hildið sum ætlað, er óvissan stór. Fleiri kappingar, sum Sverri Sandberg Nielsen skuldi nýta sum fyrireiking, eru avlýstar, venjingarumstøður hansara eru broyttar og so hava fleiri rógvar, sum hann fyrireikaði seg saman við, mist møguleikan at tryggja sær luttøku til OL, tí hesar kappingarnar eru avlýstar. Hetta er fyrsta sendingin av eini spurnaðarkappingarrøð, har luttakararnir skulu gita ymisk staðarnøvn í Føroyum. Ólavur Clementsen, landmálari, hevur gjørt spurningarnar, og hann er eisini dómari. Undan útgávu hevði Kim Larsen verið í Føroyum at spæla sínar fyrstu konsertir her. Beint eftir útgávu fór hann fyri seinastu ferð til New York at royna eydnuna har. Í sendingini greiðir Øssur Egholm frá, at pápin rættiliga óvæntað kom við Persónnummarplátuna til sín, og vit hoyra eisini Klaus Rifbjerg og Kim Larsen viðmerkjara stutt DR 2006 . Plátubarrin 21. mars 2020. Tað eru nú í alt 115 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona smittuna. Tað upplýsir Landslæknin í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk. Í gjár var talið á føroyingum, sum høvdu fingið staðfest koronavirusið 92. Tað merkir also, at 23 føroyingar hava fingið staðfest smittuna síðani í gjár. Tað er størsti vøksturin, sum er staðfestur síðani útbrotið av koronavirusinum byrjaði í Føroyum. 2077 føroyingar eru kannaðir fyri koronavirusið. Studio71 er ein heimasending hjá Hyggjuráðnum, har Pætur fer at viðmæla og ummæla okkurt gott sóttarundirhald til øll tykkum har heima á sofuni. 1. sending snýr seg um 5 viðmæli til eina góða sendirøð at hugna sær við. Talan er um Dark , Fargo , BoJack Horseman , Westworld og The Young Pope . Boris Johnson sigur, at bretska heilsuverkið er í vanda fyri at verða overvað, um bretska fólkið ikki tekur ávaringarnar í álvara og ger sítt til,at tálma smittubreiðsluni av koronavirusinum, skrivar BBC. Smittan breiðir seg skjótt Gjárkvøldið segði Boris Johnson, at tølini síggja ikki gott út, og at smittan tekur alt meir dik á seg. Italia hevur eitt sera gott heilsuverk, men teirra læknar og sjúkrarøktarfrøðingar hava ongan møguleika at fylgja eftirspurninginum, segði Boris Johnson. Deyðstølini í Italia eru nú fleiri túsund, og tey veksa skjótt. Um vit ikki gera ein felagsinnsats fyri at steðga útbreiðsluni, er sannlíkt, at okkara heilsuverk verður overvað á sama hátt sum í Italia, segði forsætisráðharrin. Bretland er bert tvær ella tríggjar aftanfyri Italia, segði Boris Johnson, og legði afturat, at hann er varugur við, at tiltøkini, sum stjórnin hevur sett í verk, ongantíð eru sæð áður, hvørki í friðar ella krígstíð, men at tey eru lívsneyðug. 115 føroyingar hava nú fingið staðfest koronasmittuna, og tað merkir, at seinasta samdøgrið eru 23 nýggir tilburðir staðfestir, tí í gjáramorgunin vóru 92 smittað. Men sambært Landslæknanum, Lars Fodgaard Møller, so eru tølini síðani í gjár rættaði til, soleiðis at tað í veruleikanum eru 15 nýggir tilburðir staðfestir síðani í gjár. 137 fólk vórðu kannað í gjár. Higartil eru 2077 føroyingar kannaðir fyri koronavirusið, og sambært altjóða tølum, so er tað nokk heimsmet, um tað verður mett út frá fólkatalinum. Yvir 600 fólk sita framvegis í sóttarhaldið kring landið, men eingin er innlagdur og eingin er deyður av koronasmittuni í Føroyum. Koronatølini fyri allan heimin vísa nú, at yvir 300.000 fólk eru smittað við Covid 19. 13.000 eru deyðu av koronasmittuni. 92.000 fólk, ið hava verið sjúk, er nú vorðin frísk. Í Grønlandi eru framvegis einans tveir tilburðir av koronavirusinum staðfestir, og tey smittaðu sita í sóttarhaldi heima við hús í Nuuk. Hann lærdi á Runavíkar Mekaniska Verkstað og gekk í skúla í Havn og í Esbjerg, og er sonur Per Martin Thomsen, nevndur Per á Niðri. Sandurin er vaksin nógv, síðani keiin kom mitt í 50unum, og hevur altíð verið eitt gott spælipláss eins og áirnar J ksnará og Matará. Børnini í Gøtu lærdu tíðliga at svimja, tí svimjihylur var í skúlanum. Men bilar vóru sum lundi á jólanátt. At hon skuldi verða ein av teimum, tað fekk eg ikki inn í høvdið á mær, sigur Annika Godtfred, eftir at 14 mánaðar gamla dótturin, Karin Andrea fekk staðfest koronuvirusið í gjár. Hesir fáa lønina útgoldna í norskum krónum, og virðið á norsku krónuni er fallið nógv í seinastuni, serliga tí at oljuprísurin er fallin so nógv. Vit meta, at einir 300 av okkara 600 limum eru raktir av hesum. Hartil koma einir 150 200 føroyskir fiskimenn, sum ikki eru limir hjá okkum, meti eg, sigur Dánjal Jákup Meinertsson, formaður í Antares, felagnum hjá føroyingum sum starvast uttanlands, við VP. Norska krónan hevur leingi verið minni verd enn hin danska. 100 norskar krónur hava kostað umleið 75 danskar, men virðið er fallið nógv seinastu vikurnar, og nú fáast bert 57 danskar krónur fyri 100 norskar. Smábørn kunnu eins og vaksin verða smittað av koronavirusinum, men nógv bendir á, at tey ikki gerast ein sjúk av tí. Tað sigur virkandi landslækni og barnalækni, Tim Volmer Jensen. Tað sær tíbetur út til, at børnini hava lutfalsliga lættari sjúkugongd enn vaksin, og ofta eru tey frískt eftir eina viku, sigur Tim Volmer Jensen. Hann sigur, at tey føroysku børnini, sum hava fingið staðfest koronavirusið higartil, eru øll sloppin lutfalsliga væl frá tí. Okkara ætlan er, at nógv fleiri í Danmark nú skulu kannast fyri Covid 19 , sigur heilsumálaráðharrin, Magnus Heunicke, í einum tíðindaskrivi. Heimsheilsustovnurin, WHO, viðmælir, at øll, sum vísa sjúkueyðkenni, skulu kannast, og tað er líkt til, at danir nú taka avleiðingarnar av hesum. Leggur trýst á heilsuverkið Nýggja útspælið fer at leggja stórt trýst og heilsuverkið, sum longu nú manglar útgerð at gera royndirnar við. Vit arbeiða hart saman við almennum og privatum partum, fyri at økja um orkuna at gera royndir, og eg fari, saman við amtunum, at tryggja, at nýggja royndarætlanin verður útinnt, sigur Magnus Heunicke, sambært dr.dk. Í løtuni verða bert tey kannað, sum hava sjúkueyðkenni, sum krevja, at tey verða innløgd á sjúkrahúsið, men nú sær út til, at Danmark í øllum førum nærkast viðmælunum frá WHO. Tað er hugstoytt, at eginognin hjá Arbeiðsloysisskipanini verður brúkt til at tryggja fólki løn í hesum sóttarháldstíðum. Landið eigur at taka ábyrgd fyri hesum, heldur Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður. Tað verður væntað, at okkurt um 5000 fólk í morginári standa klár at melda seg inn í nýggju serskipanina hjá ALS. Tað kann kosta ALS 100 milliónir krónur um mánan. Í Snipp snapp eru teknifilmar, ið eru ætlaðir smáum børnum. Hesaferð eru teknirøðirnar Sára og Dunna, Elias og L fyri lomb. Snipp snapp er hvørt mikukvøld, hóskvøld, leygarkvøld og sunnumorgnar. Sostatt eru tríggir nýggir tilburðir av teimum 178, sum eru kannað seinasta samdøgrið. Í morgun eru tað nú í alt 23 føroyingar, ið eru staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest koronasmittuna. Fyri at staðfesta, at smittað fólk eru frísk aftur, skulu ganga 48 tímar uttan sjúkueyðkenni. Tá bera tey ikki smittuna longur og kunnu loysast úr sóttarhaldi. Stórur spenningur var eisini millum eystur og vestur orsakað Berlin múrinum, og tá John F. Kennedy vitjað í Vesturberlin, fagnaðu hundraðtúsundtals týskarar honum. Bara tvey línuskip eru úti, sum fiska tosk, hýsu og longu, og á Fiskamarknaðinum vænta tey, at annað avreiðir í dag og hitt helst seinni í vikuni. Um útróðurin sigur Fiskamarknaðurin, at streymurin er ikki av tí besta, og veðrið og korona gera, at ikki verður so nógvur útróður. Tiltakið Earth Hour, har fólk sløkkja ljósið í ein, tíma er ikki avlýst sum so nógv annað. Earth Hour 2020 verður leygarkvøldið 28. mars millum klokkan 20 30 og 21 30. Earth Hour verður hildin fyri at varpa ljós á veðurlagsbroytingar. Og tað verður gjørt við at sløkkja øll ljós hendan eina tíman leygarkvøldið. Hann fór ikki av Krambatanga fyrr enn klokkan hálvgum átta í morgun, og Smyril er eisini seinkaður, tí hann hann siglir við minni ferð, enn hann skuldi gjørt. Jóhan Petur Abrahamsen, tekniskur leiðari hjá Strandferðsluni, sigur, at tað tekur tíð at bíleggja lutirnar til at umvæla brekið, og koronastøðan ger tað trupult at fáa lutir til landið. Í ringasta føri kann tað vera, at neyðugu lutirnir ikki koma til landið fyrr enn síðst í hesum mánaðinum. Vit síggja, at mongdirnar eru farnar at minka í køstinum, og tað útnytta vit upp á tann mátan, at vit brenna rusk, sum hevur ligið á goymslu, sigur Poul Andrias Joensen, stjóri í IRF. Á brennistøðini á Hjalla merkja tey ikki koronasmittuna so væl, sigur John Erik Hansen, leiðari. Hvørki í minni ella størri nøgdum av ruski. Knappliga 1.000 bilar vóru á Endurnýtsluni leygardagin, og tað er sum ein vanligur leygardagur í Endurnýtsluni, sigur John Erik Hansen. Tað merkir, at ongir dystir í lands og steypakapppingunum verða spældir fyri 1. mai, og tað er galdandi fyri bæði vaksnamanna og barnafótbólt, sigur FSF. Avgerðin er tikin í samráði við heilsumyndugleikarnar, og ikki fyrr enn nýtt tilmæli frá myndugleikunum kemur, koma boð frá FSF, um nær kappingarnar kunnu byrja, og hvør kappingarætlanin síðani verður. Fyri at tryggja búskaparliga grundarlagið hjá Vága Floghavn er neyðugt at laga virksemið til íkomnu støðuna, sigur Regin Hammer, nevndarformaður í Vága Floghavn, í tíðindaskrivi. Skerjingarnar í upplatingartíðum merkja, at øll starvsfólk fara niður í arbeiðstíð, og samsvarandi niður í løn. Fyribils eru krepputiltøkini galdandi til 30. apríl. Seinasta mikudag steðgaði SAS allari flúgving til Føroya, og Atlantic Airways hevur boðað frá, at teirra flúgving komandi vikurnar í fyrstu syftu verður avmarkað. Atlantic Airways flýgur til ein túr til Keypmannahavnar og aftur mánadag, mikudag og fríggjadag. Tyrluflúgvingin verður somuleiðis skerd til einans mánadag og fríggjadag. Vága Floghavn fer bara at hava opið frá 9 til 16 teir dagar flúgving er, og manningin verður avmarkað til tað minst møguliga. Umstøðurnar merkja sostatt, at hvørki flogfeløg ella flogvøllur hava nakrar inntøkur. Vit harmast sjálvandi um støðuna, og at hetta rakar inntøkugrundarlagið hjá hvørjum einstøkum av starvsfólkum okkara, men vit síggja tíverri ikki aðra loysn enn at seta hesi tiltøk í verk alt fyri eitt, sigur Regin I. Jakobsen, stjóri. Vága Floghavn arbeiðir við at tryggja starvsfólkunum fíggjarliga hjálp fyri lønarmissin gjøgnum almenna hjálparpakkan, stendur í tíðindaskrivinum. Hví ikki fara ein túr út, taka ein tóman posa við, og fylla hann við ruski, sum annars liggur og sløðist antin í túninum ella í náttúruni Ikki ber til at siga, um nýggi skúlin á Skúlatrøð í Klaksvík verður klárur at taka móti næmingum 14. apríl, sum sambært tí, sum nú er galdandi, verður fyrsti skúladagurin eftir korona. Arbeitt verður í skúlanum, men ein fyritøka fær tó ikki arbeitt sum vant, tí fólk eru í sóttarhaldi. Ætlanin var at fara í skúlan eftir páskir og ikki bíða til næsta skúlaár, men nú er óvist, hvussu verður við tí Tað sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu. Tá liðugt er at útbyggja skúlan á Skúlatrøð verður hann 11.000 fermetrar. Arbeiðið, sum nú verður gjørt, kostar 110 milliónir krónur. Tá er innbúgvið við. Talan er ikki bara um nýbygging, men eisini um at byggja tveir skúlar saman, sum frammanundan vóru sjálvstøðugir. Fyrrverandi Ósáskúlin, sum var liðugur í 2011, verður bundin saman við fyrrverandi skúlan á Ziskatrøð. Byggingin er nógv seinkað. Skúlin skuldi takast í brúk, tá skúlaárið 2018 2019 byrjaði. Sum smádrongur var Tummas nógv í Kaldbak og á Signabø. Pápin sigldi við trolaranum Tróndi í Gøtu . Mamman leitaði mangan til heimbygdina Kaldbak, tá maðurin var burtur. Seinni ferðaðist Tummas nógv á Signabø, har mamman hevði eina systir. Sum stórur drongur lá hann eitt skifti tveir mánaðir á sjúkhúsinum í Klaksvík. Eftir skúlan fór hann at arbeiða á Fiskavirkinum í Syðrugøtu. Sín fyrsta rættiliga túr til skips var hann í 1957 við skonnartini Herthu , sum Martin í Grund førdi. Teir vóru í bæði í Grønlandi og Ný Fundlandi og á sild. Í 1958 bað skiparin Óla Hans Olsen í Syðrugøtu Per á Niðri til bestamann við havnarsluppini Grundick . Sonurin Tummas varð biðin við í somu ferð. Farið varð á Norðlandið við snellu. Roynt varð uppi við Steinin. Eftir ólavsøku varð farið á sild, og teir fingu væl. Um heystið byrhaði Tummaas í smiðjulæru á Runavíkar Mekaniska Verkstað við Olivar Rasmussen á Skála sum meistara. Hvørt summar var Tummas onkran túr til skips. Síðsta árið ein drúgvan túr í Íslandi og Eysturgrønlandi sum motorpassari við sluppini Bjørgvin . Teir komu í nógvan ís Ammassalikfjørðinum og fingu hol á skipið. Summarið og heystið 1964 var gøtumaðurin Tummas Thomsen í Grønlandi við línuskipinum Finni Fríða hjá Gøtu Samvinnufelag. Snellutúrurin í Grønlandi hetta summarið vardi heilt til 2. november. Nú fór hann á maskinistskúla í Havn og tók prógv. Útbúgvingin til maskinmeistara var ótrygg í Føroyum, so hann fór á hemaraveiðu í Ný Fundlandi við Oknini . Í 1966 fór hann at lesa til maskinmeistara í Esbjerg. Í 1968 fór hann út at sigla við Mærsk. Har var hann í tvey ár. Tá hann kom heim um heystið í 1970, hitti hann løgtingsmannin og reiðaran Jákup Fr. Øregaard umborð á Trónda og tann fundurin avgjørdi restina av lívsleiðini. Tummas Thomsen keypti ptartapening í Gøtu Samvinnufelag, sum bygdi nýtt nótaskip Jupiter á Skála skipasmiðju. Var við frá fyrsta degi í 1972. Roynt varð við Hetland, í Skagerrakinum og aðrastaðni í Norðsjónum. Ongar forðingar vóru. Í 1973 var mansparturin heilar 100.000 krónur. Alt broyttist, tá fiskimørkini fóru út í 1977. Finnur Fríði varð bygdur um til ísfiskatrolara, og Jupiter varð riggaður til at trola eftir svartkjafti kring Føroyar og við Írland. Hesi árini vóru onki ævintýr sum tey fyrru. Finnur Fríði varð seldur, og tá ídnaðarprísurin sveik seinna partin í 80unum, vóru dagarnir hjá Jupiter taldir í Gøtu Samvinnufelag. Í Gøtu var í 80unum áhugi fyri at gera eitt virki at virka svartkjaft til mannaføði. Gullfinnur og Bakkafrost høvdu saman við landinum eitt slíkt projekt. Tvey skip í Gøtu kommunu fiskaðu svartkjaft, og havnarlagið í Norðragøtu var útbygt. Illa gekst at fáa undirtøku fyri hugskotinum, og eftir løgtingsvalið 1984 broyttu teir báðir Jákup Jacobsen og Tummas Thomsen kós og søktu um loyvi til eitt uppsjóvarskip. Tað varð teimum játtað í fyrra skipapakkanum hjá landsstýrinum1985. Tað lá væl fyri at fáa eginpeningin til vega, og hetta var byrjanin til stórfyritøkuna Varðan í Gøtu men byrjanin var hørð. Forboðið hevur við sær, at borgarar skulu vera við hús, og skúlar og lærdir háskúlar aftur. Bara handlar, sum selja neyðsynjarvørur, sleppa at hava opið. Jacinda Ardern, forsætisráðharri, stúrir fyri, at talið á smittaðum verður tvífaldað eftir fáum døgum, um tiltøk ikki verða sett í verk alt fyri eitt. Forsætistáðharrin viðgongur, at strongu tiltøkini fara at kosta Ný Sælandi nógv búskaparliga, men tey fara at bjarga lívi, sum hon tekur til. Ein uppgerð frá John Hopkins universitetinum vísir, at 335.000 fólk hava fingið koronasmittuna í øllum heiminum. 100.000 fólk eru vorðin frísk. Korona hevur kravt umleið 15.000 mannalív. Tað hevur stóran týdning at røra seg í hesum døgum. Sigrun Danielsen, sum er fysioterapeutur, fer at greiða frá. Martin fer at greiða frá, hvat tey gera á Sandi, nú tey ikki eru í skúla. Ska ein tónleikasjangra, sum varð ment á Jamaica í fimti og sekstiárunum og er grundarlagið undir dagsins reggaetónleiki. Og talan er um tónleik, sum er samansettur av amerikanskum jazzi og r og b, vælkryddað við jamaica rytmum sum caribean mento og calypso. Mest eyðsýndu ella eyðhoyrdu, sermerkini við ska, eru sonevnda off beatið, svingandi bassurin, ið scratchar avstað, áhersla á guitarljóðið, og viðhvørt blásarar við jazzíblásturi. Og tosa vit um tíðarskeið, er talan um tríggjar aldur ella bylgjur First, second og third wave, sum sagt verður. First wave, sum er bylgjan, vit í stóran mun hefta okkum við á hesum sinni, er Jamaica ska Second wave, sum vit fáa okkurt dømi um eina løtu, tók seg upp við bólkum sum The Specials, Madness og The Selecter í Onglandi í sjeytiárunu, meðan Third wave er feskasta ska aldan, ið aftur hevur fleiri síður nevniliga Amerikanskt punk ska, sum í høvuðsheitum finst í California, og annars eisini verður nevnt High School ska Hollendskt og týskt punk ska, ið er meiri melodiøst og New Yorker ska, ið leitar aftur til upprunan og First wave. Í 1967 fór Smyril av barkastokki á Tórshavnar Skipasmiðju. Og í hesari frásøgnini hoyra vit Niels Juel Arge tosa við bedingmeistaran, Jógvan Hansen, eins og vit eisini hava hitt Poul Mohr. Tú kanst hoyra sendingina her Frágerða góði frásøgumaðurin Jóanes Johannesen sigur, at Dalur er fyrstu ferð nevnd umleið 1400. Men bygdin er helst væl eldri enn tað, tí hon hevur fleiri gomul norrøn staðarnøvn. Jóanes greiðir frá Skorini, sum er eitt gott fitilendi og hevur havt stóran týdning fyri bygdina, og frá spennandi kópaveiðuni og somuleiðis tá dalbingar eftir kríggið høgdu royðugrót, ið bleiv útflutt til Danmarkar fyri nógvar pengar. Snikkarahjallarin er einasta arbeiðspláss í Dali. Her starvast trý fólk. Stjórin, Bødvar Hjartvarsson, hevur tveir lærlingar afturat sær. Tey hava nóg mikið at gera og millum arbeiðini, sum nú eru á skránni, eru nýggir benkur til Húsa kirkju. Kristina Joensen og Steintór Djurhuus og tey bæði børnini, tvey ára gamli Sam og tríggjar mánaðar gamla Mia, eru nýggjasta familjan í Dali. Kristina er úr Fuglafirði og Steintór er dalbingur . Tey siga at Dalstunnilin, sum nú verður gjørdur, og Sandoyartunnilin hava gjørt, at tey tóku avgerð um at flyta til Dals. Tey hava yvirtikið húsini hjá ommu Steintór og fara at innrætta tey av nýggjum. Kristina skal hava eitt atelier í garðinum. Hon sigur, at hon gleðir seg til at seta dám á bygdina og saman við Steintóri ætlar hon at leggja gomlu mentanina í Dali niður í børnini. Nøkur fólk í dansifelagnum Stígum fast skipa saman við øðrum fyri kvøldsetum í Dali um summarið. Endamálið er at vísa ta gomlu føroysku mentania fram. Vilhelmina Larsen og Henny Johannesen siga, at tað eru serliga útlendingar, ið hava áhuga fyri kvøldsetuni Tríburðarnir í Dali vaktu stóran ans kring alt landið, tá tey komu í verðina í 1965. Tá Ólavur Nolsøe fór nýggjan túr, visti hann ikki at konan var við barn. Tað fekk hann at vita á bryggjuni í Vestmanna átta mánaðir seinni, tá hann kom aftur av skipi. Tá var konan farin á Hvíldarheimið, tí hon skuldi eiga tríburðar. Kortini mátti Ólavur avstað aftur og børnini vóru ein mánað gomul, tá hann sá tey fyrstu ferð. Hann sigur, at han var fyri tað mesta til skips me an børnini vuksu upp. Tað var neyðugt fyri at fáa margarin upp á breyðið, sigur hann skemtandi. Hóast hjálparpakkin hjá landsstýrinum munar væl í mun til lønarmiss orsakað av koronavirus, so verður hædd ikki tikin fyri missi og útreiðslum av øðrum slag hjá íverksetarum, sum ikki hava fingið luft undir veingirnar við sínum spírandi fyritøkum. Tað sigur Sóley Heradóttir Hammer úr Hugskotinum. Hon hevði brúkt allan veturin uppá at selja mindfulness ferðir í føroysku náttúruni, og fyrstu gestirnir skuldu koma nú í mars. Men fyri tveimum vikum síðani byrjaðu avlýsingarnar at koma. Tað er í dag, at arbeiðsgevarar, sum hava sent fólk til hús, kunnu melda hesi til serligu koronaskipanina hjá ALS. Og úr ALS hevur ljóðað í fleiri dagar, at tey vænta fleiri túsund fólk koma í skipanina í dag 118 hava koronasmittuna í Føroyum í dag. Tað siga nýggjastu tølini hjá heilsumyndugleikunum. Fleiri enn 900 fólk eru í sóttarhaldi og 2.255 fólk eru kannað fyri korona. Av hesum eru tvey fólk innløgd á Landssjúkrahúsinum. Tað er alneyðugt fyri sambandið millum lærarar og næmingar, at hava atgongd til teldur, so leingi børnini ikki hava møguleika fyri at koma í skúla. Tað sigur Martin Kúrberg, leiðari á Herberginum hjá Frelsunarherinum. Í hesum døgum setur Herbergið døgurðan útum til fólk, ið vilja hava ein bita. Jenis av Rana, landsstýrismaður í skúlamálum, sigur, at nógv er gjørt handan leiktjøldini, so skúlin skal virka so væl, sum gjørligt í koronakreppuni. Hann heitir tó á fólk um, at boða frá, um viðurskifti eru, sum ikki eru nøktandi. Anne Mette Greve Klemesen, prestur, og Tóra Petersen, sálarfrøðingur, skifta orð um, hvørjar sosialar avleiðingar tað kann hava fyri fólk, at blíva sjúk av korona. Hvør vinnur páskareggið Í dag endar kappingin, sum snýr seg um at gera eitthvørt kreativt úr vesirullum. Óli hevur sent inn og hann fer at greiða frá. Anna Katrina ger alt møguligt kreativt, nú hon hevur frí, og hon hevur fleiri góð hugskot. Onga aðrastaðni eru so nógv fólk smittað í eitt samdøgur, og tí verður roknað við, at USA verður ein nýggjur miðdepil fyri koronavirusið. Amerikanski forsetin, Donald Tump, roynir at fáa tamarhald á støðuni, men torført er at fáa semju við demokratarnar um ein hjálparpakka. Tað hendir ov lítið í Washington, og tí hava fleiri statir tikið málið í egnar hendur. 15 statir hava boðað frá, at fólk ikki skulu fara frá húsum, uttan at tað er alneyðugt, men halda seg innandura. Í morgun vísir uppgerðin á heimasíðuni, corona.fo, at 122 fólk hava fingið staðfest smittuna. Tað eru fýra fleiri tilburðir enn í gjár. Samstundis vísir uppgerðin, at 2.482 fólk eru kannað. Talið av smittaðum veksur spakuliga, í gjár vóru 118 fólk sjúk og sunnudagin 115 fólk. Samstundis verður upplýst, at 33 føroyingar eru frískir aftur, eftir at hava havt sjúkuna. Tað er bara ein vika síðani, at tann fyrsti føroyingurin varð staðfestur frískur. Fyri at staðfesta, at smittað fólk eru frísk aftur, skulu ganga 48 tímar uttan sjúkueyðkenni. Tá bera tey ikki smittuna longur og kunnu loysast úr sóttarhaldi. Heimurin var í fíggjarkreppu fyri góðum tíggju árum síðani, og Altjóða Valutagrunnurin, IMF, væntar størri kreppu av koronavirusinum enn tá. Hon sigur, at higartil hava 80 lond biðið um stuðul úr grunninum, og tí heitir hon á framkomnu londini um at stuðla menningarlondini. Stjórin í Altjóða Valutagrunninum, IMF, Kristalina Georgieva, leggur dent á, at IMF hevur 7.000 milliardir krónur til at hjálpa londunum við. Sum gongdin er nú, so bendir alt á, at nógv lond verða hart rakt av koronavirusinum, og tað fer at hava við sær økt arbeiðsloysi, og at búskapargongdin fer at versna. Men stjórin í IMF leggur dent á, at gongdin ikki fer at vara í fleiri ár, men bert í ár, og at heimsbúskapurin fer at koma fyri seg aftur í 2021, skrivar Ritzau. Hon rósar heimsins londum, sum longu hava sett tiltøk í verk fyri at tryggja fyritøkur og borgarar, tí tað er einasta leið at fara sum støðan er, sigur Kristalina Georgieva, stjóri í IMF. Ein stívliga 70 ára gomlu kvinna er deyð av korona í Íslandi. Kvinnan hevði havt aðra sjúku leingi, og hon doyði av korona í gjár. Kommunala arbeiðsgevarafelagið hevur gjørt fyribils semjur við Hjálparfólkafelagið, Pedagogfelagið og Heilsurøktarafelagið um, at vaktirnar verða longri og fólk kunnu flyta millum deildir. Semjurnar við heilsuhjálparafólk og heilsurøktarfólk eru galdandi til hálvan apríl. Tað er semjan millum Fíggjarmálaráðið, Kommunala arbeiðsgevarafelagið og felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingum eisini. Avtalan sigur, at arbeiðspláss so sum sjúkrahús, samdøgurstovnar, heimarøkt og tilbúgving, kunnu gera frávik frá reglunum um hvílitíð, sum siga, at hvílitíðin er minst 11 samanhangandi tímar. Hvílitíðin skal tó í minsta lagi vera átta samanhangandi tímar. Eisini ber til víkja frá regluligum sunnudagsarbeiði og halgidagsarbeiði. Raðsending í fýra pørtum um skaldið og sakføraran J.H.O.Djurhuus 1881 1948 . Í hesum sendingum verður sagt frá lívi Janusar, og roynt verður at lýsa sambandið millum lagnu og skaldskap hansara. Vit fáa nakað at vita um kvinnurnar í lívi Janusar, um hugsanir hansara um eitt nú samfelagslig og tjóðskaparlig mál, um smeitir og sigrar hansara. Heildarmyndin er sett saman av samrøðum, yrkingum, tónleiki, sangi, brøvum og øðrum skjølum. Sumt av hesum tilfari hevur ikki verið frammi fyrr. Strandfaraskipið Smyril fer av Havnini nú klokkan 10 til Suðuroyar. Hetta er fyrsti túrurin síðani skipið kom á Havnina fyrrapartin í gjár. Meðan Smyril hevur ligið á Havnini, er brekið sum er í stýringsskipanini umvælt, og nú verður roknað við at Smyril kann halda ferðaætlanina restina av degnum, og til nýggja modulið kemur til landið. Tað heldur Sjúrður Hammer, umhvørvisgranskari, nú dálkingin minkar í stórum pørtum av heiminum, orsakað av at fólk hava sett ferðina niður og eru meira við hús, heldur enn at ferðast kring knøttin. Vit nýta nú meira netbornar miðlar til samskifti, bæði til arbeiði og privata nýtslu, heldur enn at hittast, og tað hevur við sær at vit koyra og flúgva minni, og tað ger umhvørvinum gott. Aðrastaðni síggja vit, hvussu djór koma aftur, har tey ikki hava verið leingi, nú fólk í minni mun fylla, men her skulu vit ansa eftir, at ikki tað umvenda hendir, tí nú fólk leita burtur frá øðrum, fara tey í hagan at renna til dømis, og hetta kann ávirka djóralívið har. Leygarkvøldið klokkan 20 30 til 21 30 verður lagt upp til, at fólk sløkkja elektriska ljósið, og antin hugna sær inni við kertuljósum ella fara út at hyggja at stjørnunum, leggur veðrið upp til tað, tí gøtuljósini vera eisini sløkt hendan tíman, so tað er upplagt, sigur Barbara Davidsen, sum er ein av teimum, sum fyriskipar tiltakið, Earth Hour Tórshavn. Tiltakið hevur verið hildið í tinghúsgarðinum í nøkur ár, men orsakað av at fólk ikki kunnu savnast í fjøldum er tiltakið flutt inn á sosialu miðlarnar, har upphitingin longu er byrjað. Í Spania er støðan ring, nú koronakreppan ger um seg av álvara. Í fleiri ellisheimum og eldrasambýlum eru starvsfólkini rýmd, og nógv eldri fólk eru funnin einsamøll. Fleiri lógu deyð í songini. Margarita Robles sigur, at starvsfólkini eru rýmd av nøkrum ellisheimum, eftir at koronavirusið er farið at gera um seg av álvara. Tað vóru hermenn, sum komu fram á tey gomlu á ellisheimunum, sum vóru einsamøll. Spanska ákæruvaldið sigur seg fara at kanna viðurskiftini, skrivar BBC. Seinasta uppgerðin í Spania vísir, at meir enn 35.000 fólk eru smittað við koronavirusinum og at meir enn 2.300 fólk higartil eru deyð av sjúkuni. Tað byrjaði, tá Óla Jákup flutti til Danmarkar við familjuni í 1992. Tá skrivaði mamman ofta lang brøv til teirra, tí eingin átti teldur. Ofta kundi samvitskan raka, tí Óla Jákup ikki altíð skrivaði aftur, hóast hon áhaldandi sendi brøv. Seinni í 90 unum fingu tey øll teldur, og samskifti byrjaði yvir alnótina. Tá fann mamman skjótt útav at skriva teldupostar, har hon viðhefti stuttligar myndir, hjørtur og so framvegis. Í morgunsendingini fekk Óla Jákup høvið at senda eina heilsan til mammuna. Hann vónar, at tað kann viga eitt sindur upp ímóti øllum teimum mongu brøvunum, sum hann hevur fingið gjøgnum ár og dag. Óluva Tvørfoss er 76 ára gomul, og enn tann dag í dag sendur hon nærum dagliga heilsanir til sín 55 ára gamla son. Tann síðsta heilsanin Óla Jákup fekk, var ein yrking um korona tíðina Trúgv tí um tú vilt í G tu er sólskin og stilt verri er við korona undan henni rennur bæði maður og kona. okkum verður sagt, vísi nú hógv og samlist ikki so nógv best um tú ert púra aleina tað er tað mest beina frást ðu rætta skalt tú halda siga tey sum vita og valda fert tú út at spáka sæst helst bara ein kráka tað er tað besta fyri teg Um fólk koma á tín veg so rým beinanveg Skalt tú til handils ein dag fært tú at vita tað inn sleppa bara trý á gangin eru fýra, so blíva ll bangin sleppur tú so inn við tasku sært tú krambafólk renna við masku. Um vit fara ein túr á degi enda vit skjótt á ólógligum vegi Vit hava fingið tey boð at nú er tað so tit skullu ikki koma saman hv rki í álvara ella gaman alt hettar haldast má hvat tá So her sita vit og hella vanga og bíða hvussu alt fer at ganga. Alt fær ein enda í hesi verð og tað korona eisini ger ein dag so er hon farin avstað ll verða glað tá alt verður komi aftur í rætta lag. Tað var tað eg hevði at siga í dag vit hava tað gott og eru í góðum lag. Tummas í Garði, varastjóri í sjúkrahúsverkinum, sigur, at støðan hjá sjúklingunum er góð eftir umstøðunum, støðan er ikki hættislig, ella kritisk, sum sagt verður á læknamáli. Tískil er ongin tingfundur ásettur til at viðgera nýggju epidemilógina. Fríggjadagin segði løgmaður, at hann væntaði at nýggja epidemilógin fór at vera klár, at lata løgtinginum til viðgerðar fyrst í hesi vikuni. Men løgtingsformaðurin hevur ikki fingið nakrað fráboðan um tað enn. Dagførda epidemilógin skal í høvuðsheitum geva myndugleikunum møguleikan at geva boð og forboð ístaðin fyri tilmæli, eins og hevur verið gjørt síðan koronasmittan fór at gera um seg. Nýggja epidemilógin skal harumframt eisini geva løgregluni heimild at handhevja boðini, um tey ikki verða fylgd. Í Danmark varð herda epidemilógin samtykt á grækarismessu, og føroyska epidemilógin tekur støði í tí donsku, segði løgmaður við útvarpið fríggjadagin. Fleiri røddir hava síðstu dagarnar verið frammi um, at hendan lógin er ov víðgongd, tí hon tekur frælsisrættindi frá borgarum. Hetta ásannaði løgmaður eisini fríggjadagin, men legði aftrat, at serstøður, sum tann, vit nú eru í, krevja serlógir. Vanligu reglurnar um sjálvboðið sóttarhald eru ikki galdandi fyri fólk, sum hava eitt lívsneyðugt starv at røkja, so sum fólk, sum arbeiða í heilsuverkinum. Tim Volmer Jensen, sum hevur verið virkandi landslækni, meðan Lars Fodgaard Møller er í Danmark, er heldur ikki í sóttarhaldi, meðan hann er í Føroyum. Lars Fodgaard Møller sigur, at neyðugt verður uttan iva hjá Styrelsen for patientsikkerhed at senda fólk til Føroya í framtíðini, og tey fara heldur ikki í sóttarhald. Og sjálvandi fer hann at ansa eftir, nú hann seinni í dag verður aftur í Føroyum. Men talan verður ikki um sóttarhald, sigur hann. Valborg Arge eigur Margretu, sum er 19. ára gomul og Dánjal, sum er 17 ára gamal. Fyri nøkrum árum síðani fingu tey at vita, at tey høvdu Asperger syndrom Í hesi sending spæli eg eina rúgvu av melodiskum rokki við bólkum sum Editors, Interpol, U2, Razorlight og øðrum. Tað er í seinna tímanum, sum er halgaður melodiskum rokki. Men fyrra tímanum í sendingini eru eisini nógvur nýggjur tónleikur við eitt nú Rufus Wainwright, Alanis Morisette, Swamp Dogg og mínum nýggjasta tónlistarliga crush Caroline Rose. John D.Olsen hevur lokið filosofiskt embætisprógv. Hann sigur frá menniskjans tørvi og trongd at spyrja hví, hvat og hvussu. At royna at fara afturum og royna at skilja. Vit skulu vera meiri sum børnini, sum eru nátúrliga forvitin og spyrja. Ísraelski staturin hjálpir jødum kring heimin at koma aftur til Ísrael. Dánjal Poulsen hevur júst verið í Ísrael og verið við at tikið ímóti etiopiskum jødum. Lenharth Falk er aðalskrivari í felagsskapinum ADRIA. Etta Cameron hevur júst havt konsert í Norðurlandahúsinum og vit hoyra sang frá hesum kvøldinum. Flemming Petersen hevur búð hjá ymsum fólkasløgum í longri og styttri tíðarskeið. Í hesi sending sigur hann frá tíðini hjá Azeh indiánarum í Paraguay. Flemming Petersen hevur ferðast víða um í heiminum og hevur búð í styttri og longri tíðarskeiði hjá ymsum fólkasløgum. Hann sigur frá tíðini hjá Menonittum, sum eru Amish fólk. Ein drotning er í hvørjari kvinnu. Vilt tú liva øðrvísi lív So taka eina avgerð og minst til at allar avgerðir hava eina ávírkan. Soleiðis sigur Anette Sundby, sum er í Føroyum og heldur skeið og hjálpir kvinnum at finna sína drotning . Øll hildu heimið hjá Karen Dyhr vera eitt gott heim,men so var als ikki. Frá hon var pinkubarn til hon var nítjan ára gomul misbrúktu pápin hana. Í 27 ár var hon sjeyti ferðir løgd inn á psykiatriska deild. Hon hevði sjálvskaðandi atburð, til ein sjúkrarøktarfrøðingur, Jan, spurdi hana øðrvísi spurningar. Alt hennara lív stendur at lesa í bókini, Glasgentan Pápi Jennifer Henke er úr Fuglafirði. Tá tey spurdu hann, hvussu tað var í Fuglafirði, svaraði hann Gott, men eitt sindur kalt . Tá hann doyði eitt stórt brævaskifti hjá pápanum til og úr Føroyum. Tá fór Jennifer at kanna, hvar rótin rann og í 1997 kom hon fyrstu ferð til Føroyar og kendi við tað sama at hon var komin heim. Tað er greitt eftir ein telefonfund millum japanska forsætisráðharran, Shinzo Abe, og formannin í altjóða olympisku nevndini, Thomas Bach, í dag. Japan skuldi annars vera vertur fyri olympisku leikunum frá 24. juli til 9. august í ár. Seinastu dagarnar er trýstið um at útseta leikirnar vaksið. Fleiri íðkarar og ítróttarsambond hava boðað frá, at tey vilja hava leikirnar útsettar. Tað er greitt, at olympisku leikirnir vera í Tokyo næsta ár, men nær, er óvist. Tøl frá John Hopkins universitetinum, sum javnan dagførir tølini, vísa, at 1.140 smittutilburðir eru í Japan í løtuni. 42 fólk eru deyð av korona, og 285 fólk eru skrásett at vera frísk. Í hinum endanum eru landsfyrisitingin og fiskivinnan. Bara 27 fólk eru komin afturat í landsfyrisitingini síðani 2014 og 11 í fiskivinnuni. Hagstovan heldur tað vera merkisvert, at vøksturin hjá kommununum er júst tríggjar ferðir so stórur sum hjá almannaøkinum og heilsuøkinum. Eisini er vert at leggja til merkis, sigur Hagstovan, at vøksturin í gistingar og matstovuvinnuni er eins stórur og á undirvísingarøkinum. Smápartafelagið tapti sakarmálið í Føroya rætti móti Bú og heimatænastuni í Suðuroynni, sum ikki skal gjalda felagnum 11 milliónir og 272.000 krónur umframt rentu, sum felagið stevndi eftir. Føroya rættur segði 26. februar, at Bú og heimatænastan hevur ikki bundið seg til at keypa sambýlið við Sílá í 2018 fyri slakar 11,3 milliónir krónur. Bú og heimatænastan varð tí frídømd í Føroya rætti. Stýrið í Bú og heimatænastuni samtykti annars í oktober 2016 at keypa sambýlið við Sílá. Men einki skeyti bleiv gjørt. Gekkaseðlar til dráttin um bilarnar kunnu latast inn gjøgnum brævsmogurnar, ið eru við starvsfólka inngongdina aftanfyri húsið, har sum parkeringsøkið er. Til ber eisini at senda seðlarnar við postinum og allir Gekkar, ið koma hósdagin ella fríggjadagin, eru við í dráttinum um bilarnar. Drátturin verður fríggjadagin. Forsætisráðharrin í India, Narendra Modi, sigur í eini sjónvarpsrøðu, at útgongubann nú verður sett í verk, til tess at forða fyri, at koronavirus breiðir seg, skrivar Ritzau. Útgongubannið kemur í gildi á midnátt. Talan verður um eitt fullkomið útgongubann, har eingin sleppur at ferðast uttan fyri heimið hjá sær næstu tríggjar vikurnar. Forsætisráðharrin í landinum hevur ávarað um, at landið verður sett 20 ár aftur í tíðina, um fólk ikki virða lýsta útgongubannið, skrivar DR. Higartil eru 482 tilburðir við koronavirusinum staðfestir í India, og níggju fólk eru deyð. Tað búgva meira enn 1,3 milliardir fólk í India. Hvussu stýrir tú tínum ótta er millum spurningarnar, ið vit seta Kristiani Eli Andersen, sálarfrøðingi. Eisini leita vit aftur til tvær hendingar í 1985 Tá bergholið til Trøllarnes varð skotið ígjøgnum, og til slóðbrótandi plátuútgávuna Ung 85 Tú kanst hoyra sendingina her Eftir ein knappan mánað til fiskiskap, kom línuskipið got aftur til lands fríggjadagin. Men ístaðin fyri at fara heim til familjuna, sum teir plaga at gera, máttu teir á manningini hesaferð vera verðandi umborð, meðan skipið lá við kai. Og í dag fór got aftur avstað Meðan got gjørdi ein góðan túr seinast, og nú aftur er farin at royna eftir toski og hýsu undir Føroyum, so er misjavnt, hvussu væl tað loysir seg hjá ymsu skipabólkunum at fiska í løtuni. Ikki minst orsakað av koronakreppuni, sum eisini rakar útflutningin og fiskaprísin. Útrokningar vísa, at vit eru í juni mánað, áðrenn koronasmittan av álvara hasar av. Um eingi tiltøk blivu sett í verk, so høvdu umleið 15000 fólk verið smittað á páskum. Tað vísa útrokningar, sum Jógvan Thomsen hevur gjørt. Fleiri fakfeløg hava skipa eitt fakfelagráð, tí tey halda tað verða neyðugt at báðir partar av arbeiðsmarknaðanum eru umboðaði í tilbúgvingini av landinum. Tí hava tey í dag handað landsstýrinum eitt skriv um nýggja ráðið. Hóast tølini fyri smittu ikki hækka so nígv í løtuni, kann løgmaður ikki lova, at Føroyar lata upp aftur sum vanligt triðja páskadag. Fyri 20 árum síðani rakti ILA sjúkan alivinnuna. Og í dag er sama sjúkan orsøk til, at vit kunnu kanna fólk fyri Korona her í Føroyum Amerikanski virusserfrøðingurin sigur við miðilin POV, at hann heldur tað vera skeivt at stongja samfeløgini, eins og Føroyar og flest onnur lond í Evropa hava gjørt. Samstundis eru fimm føroyingar vorðnir frískir, eftir at hava fingið staðfest koronasmittuna. Í løtuni eru tilsamans 38 føroyingar staðfestir frískir. Við øðrum orðum hava 94 føroyingar framvegis smittuna, sambært nýggjastu tølunum. Fyri at staðfesta, at smittað fólk eru frísk aftur, skulu ganga tvey samdøgur uttan sjúkueyðkenni. Tá bera tey ikki smittuna longur og kunnu loysast úr sóttarhaldi. Tvey fólk eru framvegis innløgd á sjúkrahúsi í sambandi við smittuna. Tey flestu munnu hava hoyrt ella lisið um tilburðin, tá týski kavbátrin U 34 sníkti seg inn í bretsku herflotahavnina í Scapa Flow í Orknoyggjum og søkti slagskipið Royal Oak . Hetta var í august 1939. Hálvtannað ár seinni framdu bretar eitt álop, sum á ein hátt kann samanberast við álopið hjá U 34. Tað var ið hvussu er djarvt og fekk stórar avleiðingar. 30 intensivpláss verða í sjúkrahúsinum, sum verður bygt í Stokkholmi og 20 í Gøteborg, og sannlíkt er, at tørvur verður á fleiri plássum, skrivar svenska kringvarpið. Starvsfólk hjá svensku verjuni hava ábyrgd av rakstrinum, og skulu læra heilsustarvsfólk at brúka útgerðina hjá verjuni. Starvsfólkini koma frá sivilu sjúkrahúsunum. Flytføra sjúkrahúsið í Gøteborg er klárt at taka í nýtslu síðst í hesi vikuni, og í Stokkholmi um einar tvær vikur. Hetta er liður í svensku tilbúgvingini at verða fyrireikað tá smittukurvan veksur í Svøríki. Sambært framrokningum hjá svenska Fólkaheilsumyndugleikanum, fara væntandi einir 250 persónar bara í Stokkholmi at hava tørv á intensivari sjúkrahjálp. Tilsamans í øllum Svøríki fara 500 til 1.000 persónar at hava tørv á intensivari sjúkrahjálp. Nær tað verður er ógreitt, sigur ríkisepidemilogurin, Anders Tegnell, á tíðindafundi í gjár. Roynt verður at avmarka aðalfundin í morgin so nógv sum til ber. Eitt nú verður nevndin ikki í hølunum hjá bankanum. Harumframt fer BankNordik at seta seg í samband við partaeigarar, sum hava teknað seg til aðalfundin, og mæla teimum til at geva bankanum fulltrú í staðin. Skráseting Føroya boðaði frá í síðstu viku, at hon hevur onga lógarheimilid at útseta freistina fyri at lata henni ársfrásagnir fyri 2019. Freistin er 1.juli. Av tí at hvørki vinnufelagalógin ella ársroknskaparlógin loyva Skrásetingini at leingja freistina at halda aðalfund og lata inn ársfrásagnir, mælir Skrásetingin nú til, at tey feløg, sum hava møguleika fyri at halda elektróniskan aðalfund, gera tað, og at feløgini upplýsa um møguleikan at møta á aðalfundinum við fulltrú ella at atkvøða við brævi. Nú stendur ikki longur í henni, at tey, sum søkja um at sleppa á búskaparbreytina skulu hava fingið royndarfyrireikandi undirvísing í týskum í minsta lagi í tvey ár. Broytingin kemur í gildi í 2023. Tað stendur í nýggjastu frágreiðingini hjá Center for Terroranalyse, sum PET, fregnartænastan hjá løgregluni í Danmark, hevur kunngjørt. Fólk, sum eru sálarveik til dømis, kunnu blíva ávirkað til at fremja harðskap, sum verður mettur at vera yvirgangur. Fólk, sum taka undir við hernaðarligari islamismu, kunnu eisini verða ávirkað. Einstøk politisk mál, so sum djóravælferð, kunnu fáa føroyingar ella fólk, sum koma til Føroya, at fremja yvirgang, sigur Center for Terroranalyse. Samráðingarfólk frá stjórnini hjá Donald Trump. forseta, og amerikanskir senatorar eru samd um ein búskaparligan kreppupakka í USA, sum skal bøta um búskaparligu avleiðingarnar av koronavirusinum. Hjálparpakkin verður 2.000 milliardir dollarar tað svarar til slakar 14.000 milliardir krónur. Men smálutirnir í avtaluni eru ikki greiðir enn, men arbeitt verður við tí. Demokratarnir søgdu seg stúra fyri, at hundrað tals milliardir dollarar verða latnir fyritøkum, uttan at krevja, at peningurin skal brúkast at varðveita starvsfólkini. Demokratarnir kravdu, at eftirlit verður við, hvussu peningurin verður brúktur. Trump, forseti, sigur, at hann fer at seta eftirlitstiltøk í verk. Undirtøkan at skriva dagbók hevur verið stór. Tað sigur Erika Hayfield, granskari, sum í síðstu viku søkti eftir føroyingum, sum høvdu hug at skriva dagbók og harvið taka lut í granskingarverkæltani. Hoyr hana greiða frá. Grannarnir gjørdu góðan døgurða, sum bleiv borin inn ígjøgnum terassuhurðina. Frástøðan bleiv hildin, sigur brúðurin, sum eisini fylti 50 henda dagin. Tó vísti tað seg, at okkurt var galið við stroymingini, tí hon endaði á vanganum hjá brúðrini, og nógv fólk sótu og fylgdu við. tíbetur visti eg ikki av hesum, sigur Dorthea Ellingsgaard við einum smíli. Tað stendur ikki í samgonguskjalinum hjá flokkunum í landsstýrinum, at arbeiðið við at gera eina stjórnarskipan verður tikið uppaftur, fekk forsætismálaráðharrin at vita úr Tinganesi. Fyrst í 2018 byrjaðu embætisfólk í teimum trimum londunum at enduskoða skipanina. Serliga skuldi fiskivinnuøkið endurskoðast. Danska stjórnin setti arbeiðið í gongd. Nýggj stjórn tók við í Danmark eftir valið. Og hon er sinnað at halda fram við endurskoðanini, sigur Jeppe Kofod, uttanríkisráðharri. Saudiarabia sigur, at teir seku eru revsaðir, men turkiska ákæruvaldið hevur nú skuldsett 20 menn, sum eru undir illgruna fyri at hava verið við til at fremja drápið. Ein av teimum skuldsettu er næstformaðurin fyri fregnartænastuna í Saudiarabia, Ahmed al Assiri, og samskiftisstjórin hjá saudiarabisku kongshúskinumi, Saud al Qahtani. Teir eru skuldsettir fyri at hava staðið á odda fyri atsóknini. Hey øll somul. Studio71 er ein heimasending hjá Hyggjuráðnum, har Pætur fer at viðmæla og ummæla okkurt gott sóttarundirhald til tykkum har heima á sofuni. 2. sending snýr seg um 5 feitar filmar. Millum 1500 og 2000 fólk eru komin í ALS, síðani løgtingið fyri einari viku samtykti, at ALS skuldi lofta teimum, sum eru send til hús, men ikki eru uppsøgd. Neyva talið ber ikki til at siga, tí øll eru ikki skrásett enn. ALS hevur 360 teldupostar, sum ikki er latnir upp og avgreiddir enn. Men teir eru við metingini, sum er millum 1500 og 2000 fólk. Enn er ikki greitt, hvussu nógv fáa fult gjald, sum er 20.000 krónur um mánaðin. Útgjaldsdagur hjá ALS er annar hvør týsdagur, men kanska verður eisini goldið aðrar dagar. Fáa 1000 fólk fult útgjald, kostar skipanin okkurt um 21,6 milliónir krónur um mánaðin, tí ALS rindar eisini arbeiðsmarknaðargjøld og eftirløn. Skipanin kom í gildi 12.mars og varar til 30.juni. Ein kommuna kann ikki lata einum stovni pengar uttan heimild. Tað sigur andstøðupolitikari í Tórshavnar Býráð, eftir at kommunan gjárkvøldið boðaði frá á sínum facebook vanga, at íverksetararnir í Hugskotinum fáa 100.000 krónur í neyðhjálp. Uppslagið var ein feilur, sigur kommunustjórin. Trolarin kostar góðar 500 milliónir norskar krónur. Norska krónan er veik í løtuni, so 500 milliónir norskar eru 317 milliónir danskar. Trolarin skal latast 30.juni í 2022. Nýggi trolarin skal fiska botnfisk og rækjur, og hann skal kunna gera súrløgu umborð, sum so verður seld til Havsbrún at brúka til alifóður. Men seyðurin í fjøllunum skal røktast allar dagar á árinum, og tí verða várfjøllini gingin sum vant, sigur Sigert Patursson, bónd og formaður í Bóndafelagnum. Beinta Johannesen, sum er lívfrøðingur, fer at greiða frá, hvussu týdningarmikið tað er at rudda í náttúruni. Súsanna, sum býr í Klaksvík, hevur verið túr við familjuni, og hevur funnið nógv rusk. Sendið myndir, so eru tit við í kappingini at vinna páskaregg. Hann varð seldur til Arctic Prime Fis heries í Grøn landi við árslok 2018. Hann fekk tá navnið Ili vi leq. Útgerðarf lag Reykja vík ur keypti Hvilvtenni úr Leirvík í 2004. Støðan á Landssjúkrahúsinum er óbroytt, og enn eru bara tveir føroyingar innlagdir við corona smittu. Hvørgin hevur havt tørv á intensivari viðgerð. Tað fer at kosta Japan 40 milliardir krónur at útseta olympisku leikirnar til næsta summar. Tað er metingin hjá japanska professaranum í búskapi á lærda háskúlanum í Kansai. Tað var eftir ein fund í gjár millum japanska forsætisráðharran, Shinzo Abe, og forsetan í olympisku nevndini, Thomas Bach, at avgerð varð tikin um at flyta olympisku leikirnar, sum skuldu vera í summar, til næsta summar. Avgerðin kemur illa við hjá japanska búskapinum, sum longu er í kreppu, sigur serfrøðingurin, Hiroshi Ugai, við tíðindastovuna Reuters. Samanlagt fer tað at kosta Japan 70 milliardir krónur, sigur serfrøðingurin. Samstundis fer tað at kosta japanska samfelagnum nógv at royna at fáa tamarhald á koronavirusinum, tí japanska stjórnin hevur longu sett 950 milliardir kr av til endamálið. Meir enn ein triðingur av heiminum er nú raktur av koronavirusinum, og í mestsum øllum londum eru fólk komin undir eftirlit av myndugleikunum. Í dag hava fólk í India fingið boð um at halda seg innandura, og boðini eru galdandi í tríggjar vikuir. Tað merkja 1,3 milliardir fólk í landinum. Fólk í India er fátæk, og fleiri stúra longu fyri, hvussu tey skulu lívbjarda sær í tríggjar vikur, tí tey hava hvørki mat ella pengar. AFP tíðindastovan skrivar, at nú eisini India hevur stongt landið, eru tilsamans 2,6 milliardir fólk kring heimin rakta av coronavirusinum. Minst 42 lond hava læst dyrnar, skrivar tíðindastovan, og nevnir trý tey seinastu londini, sum hava tikið ta avgerðina, tey eru India, Ný Sæland og Suðurafrika. Talan er um ein triðing av heimsins íbúgvum, umframt tey nógvu, sum ikki sleppa til hús aftur. Tey eru strandað í øðrum londum, tí eingi flogfør flúgva. Í eini røðu fyri indiska fólkinum, segði forsætisráðharrin, Modi, at serfrøðingar hava mælt til at taka stigini til tess at forða fyri eini heilsuvanlukku í landinum. Teir meta, at tað er neyðugt, at fólk halda seg við hús í 21 dagar, segði hann. Avgerðin um at steingja India, kemur illa við hjá nógvum bretum, sum hava sínar røtur í landinum, og ofta vitja skyldfólk. Tey sleppa ikki heimaftur,sum er, og blaðið The Guardian skrivar, at talan er um bretar í túsundatali. Formaðurin vísir á, at tey hava upplivað eitt dømi um ein persón, sum ikki vildi í sjálvboðið sóttarhald og ein persónur kann oyðileggja alt fyri øll hini. Norska fíggjareftirlitið mælir til at steðga ætlanini hjá bankum og tryggingarfeløgum at rinda 30 milliardir krónur í vinningsbýti fyri í fjør. Tað er ikki ráðiligt at rinda vinningsbýti, sum støðan er, sigur stjórin í norska fíggjareftirlitinum, Morten Baltzersen, við NTB. Tey, sum eiga partabrøv, høvdu annars glett seg til at fáa vinningsbýti, eftir at partabrøvini eru lækkað nógv í virði seinastu tíðina. 2019 var eitt gott ár fyri tey, sum eiga partabrøv, og tí høvdu tey væntað eitt munandi vinningsbýti. Fíggjareftirlitið viðgongur, at tað er eitt stórt stig at taka at nokta fyritøkunum at gjalda vinningsbýti, men sum støðan er, er ikki skilagott at gera tað, sigur fíggjareftirlitið. Støðan kann hava við sær, at tað verður torført hjá bæði bankum og tryggingarfeløgum at klára at halda treytirnar í framtíðini, og tí er skeivt at lata pengarnar sum vinningsbýti, heldur enn at styrkja virksemið á stovnunum, sigur eftirlitið. Vanliga verða aðalfundirnir hildnir í mars og í apríl, og tí heitir fíggjareftirlitið á fíggjarmálaráðið um at taka eina skjóta avgerð. Føroyski rógvarin, Sverri Sandberg Nielsen, hevði glett seg til at síggja, hvussu langt tað harða arbeiðið fram til OL í summar fór at røkka. Vit høvdu glett okkum til at síggja, hvussu langt harða arbeiðið røkkur, men tað verður so av ongum í ár, sigur rógvarin, sum hevur verið merktur av óvissuni um Olympisku Leikirnar seinastu tíðina. Tað sigur Annfinn Olsen, reiðari, nú Framherji í Fuglafirði hevur gjørt sáttmála við norska skipasmiiðju um ein nýggjan Akraberg fyri 317 milliónir krónur Vit fara í bókahornið, har Jonhard Mikkelsen sigur okkum um millum annað komandi útgávur frá Sprotanum, teirra millum eitt tvey bindsverk um føroyska bústaðarbygging í 150 ár, sum Jóan Pauli Joensen hevur greitt úr hondum, og eina stórslidna bók um arkitektin og listarmannin J. P. Gregoriussen, sum Hannis Egholm hevur skrivað og lagt til rættis. Eisini fer Bergur Rønne Moberg, lektari, at útgreina skaldsøguna Sóttin hjá Albert Camus, og hvat henda klassiska skaldsøgan kann siga okkum um tíðina í dag. Tú kanst hoyra sendingina her Hóast átøkini hjá myndugleikunum móti koronasmittuni enn ikki formelt eru galdandi so langt fram í tíðina, so hava tey trý sersambondini í dag gjørt av at útseta tiltakið. Báðir persónarnir, ið hava verið innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna, eru útskrivaðir. Sostatt er eingin innlagdur í løtuni. Men nógv fleiri umsóknir eru. Fyrrapartin í gjár metti stjórin í ALS, Magna á Deild Olsen, at tá var søkt um pengar til millum 1500 og 2000 fólk. Avtalan fevnir um dagrøktarar, sum av arbeiðsgevaranum eru sendir heim, tí einki arbeiði er, men sum hava førleika at røkja uppgávur á eldraøkinum. Viðvíkjandi lønini er útgangsstøðið, at starvsfólkini varðveita ta løn, sum tey hava rætt til sambært galdandi sáttmála partanna millum. Avtalan verður endurskoðað so hvørt, og dettur burtur av sær sjálvari, tá korona bylgjan ikki longur ávirkar tørvin á starvsfólkum, ávikavist í dagrøktini og á eldraøkinum, tó ikki seinni enn 1. mai. Í løtuni kunnu í mesta lagi 10 persónar savnast, men nú vil danska stjórnin hava møguleika at kunna lækka hetta talið eftir tørvi, vísir eitt bræv frá Mette Frederiksen, forsætisráðharra, til formannin í fólkatinginum. Talan er um fyribyrgjandi lóg, sum skal tryggja løgregluni røttu amboðini, nú páskafrítíðin stendur fyri durum, fólkatingið fer í páskafrí og tí ikki kann samtykkja nýggja lóggávu. Lógarbroytingin verður løgd fyri fólkatingið í dag, og fær helst 2. og 3.viðgerð týsdagin. Ætlanin er, at lógin skal koma í gildi 4.apríl. Danski løgmálaráðharrin, Nick Hækkerup, segði á tíðindafundi í gjár, at myndugleikarnir fara at revsa tey harðari, sum fremja brotsverk í sambandi við koronafarsóttina, til dømis at stjala verndarútgerð, og stuldur og svik á internetinum. Fakfólk eru av tí áskoðan, at nógv foreldur i hesum døgum uppliva tað sera krevjandi at samantvinna tað at hava børnini heima, samstundis sum tey skulu skipa fyri heimaundirvísing og passa sítt egna arbeiði. Hóast børn vanliga eru í skúla og frítíðarskúla nógvar tímar hvønn dag, so fer tíðin eisini við øðrum enn námsfrøðiligari læring. Fyri at minka um smittuvandan mæla landsins myndugleikar til, at so nógv sum møguligt arbeiða heimanífrá. Og av tí at allir skúlar og barnagarðar í landinum eru stongdir, hevur tað við sær, at børn og vaksin, sum vanliga bara eru saman nakrar fáar tímar um dagin, nú eru saman helvtina av samdøgrinum, og hetta kann bæði vera ein gáva í einum annars skundmiklum gerandisdegi og kann eisini í ávísan mun gerast ein avbjóðing, halda serfrøðingar. Djóni Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabata, sigur, at vit heldur skulu leggja dent á at vera positivt virkin saman við børnunum enn at heimaundirvísing skal fylla alt Bæði børn, ung og vaksin eru í eini sera óvanligari støðu, her tað er umráðandi, at vit ikki skapa eitt óneyðugt trýst og elva til strongd. Frá Barnabata siga tey, at vit mugu taka tað róligt og royna at vera tolin, minka okkara ambitiónir og geva hvørjum øðrum rúm. Tað gagnar eisini børnunum. Tórshavnar kommmuna hevur biðið fýra arkitektavirki um tilboð uppá projektering, útbjóðing og projektuppfylging sum heildarráðgeving í sambandi við Stórubrekku. Útstykkingin verður skipað sum raðhúsabygging, har grund og eldverjuveggir fyrst verða gjørdir, sum einstøku keypararnir síðani seta sín dám á, eins og í býlingunum Millum Gilja og Inni á Gøtu. Eftir at hava verið prestur í Sorø í góð 8 ár, hugsaði føroyska Lis Samuelsen at hon kundi hugsað sær at roynt okkurt nýtt, so tá hon sá møguleikan at gerast feltprestur í donsku verjuni, tók hon av. Men at vera prestur í kirkju og at vera prestur í herinum er ikki tað sama, og at skula á skeið fyri at læra at skjóta við byrsu og við pistóli setti nakrar tankar í gongd. Feltprestar eru partar av herinum, og skulu tí eisini duga tað mest neyðturviliga fyri at verja seg, sjálvt um teir ikki skulu í bardaga eins og hermenn. P f Asfaltverkið var nógv í fjølmiðlunum í fjør, tí fyrst leigaði Landsverk asfaltverkið á Sundi frá felagnum, og síðani keypti Landsverk verkið. Tað gekk tó ikki long tíð, frá tí at systrarnar gjørdust sjúkar, til Jákup sjálvur eisini fekk skarlaksfepur, og varð sendur til Havnar við Thorshavn á epidemideildina á sjúkrahúsinum, har hann lá á sjúkrastovu saman við systrunum í tvær vikur. Dennis Holm, formaður í Kommunufelagnum, sigur, at tað stendur til hvørja kommunu sær at gera av, hvat gjørt verður á dagstovnaøkinum, men tá tíðin er búgvin, eiga Kommunufelagið og landsstýrið at tosa saman, um hvør skal gjalda rokningina. Í hálva aðru viku hevur Irdi Mittelstein úr Skopun til fánýtis roynt at fáa samband við Landssjúkrahúsið, tí hon vil hava hjálp til pápan. Tummas í Garði, læknastjóri í Sjúkrahúsverki Føroya, sigur, at sum støðan er í dag, og koronatilbúgvingin er í hæddini, eru fleiri øki á sjúkrahúsinum sperd. Men hann vísir staðiliga aftur, at palliativa eindin er niðurløgd, hóast tey avvarðandi hjá sjúklinginum siga seg hava fingið at vita, at eindin so at siga er óvirkin í løtuni. Irdi Mittelstein úr Skopun varð skelkað, tá hon tilvildarliga fekk boðini frá kommunulæknanum, at krabbameinið hjá pápanum hevði breitt seg. Meiri matur og alkoholfríar drykkjuvørur vórðu seldar í fjórða ársfjórðingi í fjør enn í fjórða ársfjórðingi í 2018. Umsetningurin var 6,5 prosent størri í fjør. Grønlendski landsstýrisformaðurin, Kim Kielsen, hevur biðið um, at landstingið verður kallað saman at samtykkja skundlógir, so tamarhald kann fáast á støðuni, sum er komin í av coronavirusinum. Víst verður á, at løgreglan hevur ikki heimild at steingja handlar og fyritøkur, sum ikki vilja gera eftir boðunum frá myndugleikunum. Tað kann vera ein trupulleiki at fáa tingið saman, tí neyðugt er við minst 16 tinglimum, men eftir reglunum kunnu ikki fleiri enn 10 fólk koma saman í Nuuk. Tí er formansskapurin í landstinginum farin at kanna, hvussu tað ber til at savna tingið. Tí er ógreitt, nær landstingið kemur saman. Kanningar hjá Eyðfinni Magnussen, lektara í lívfrøði á Fróðskaparsetri Føroya, staðfesta nú, at bendilormur er í haru kring alt landið. Hann fegnast tí um, at reglurnar um varðhaldsfongsling í nýggju rættargangslógini fyri Føroyar eru meira líkar teimum donsku, sum eru strangari enn tær, sum eru galdandi í Føroyum. Og Løgmálaráðið hevur biðið Ríkisadvokatin og Kriminalforsorgina siga sær, um ítøkilig stig ikki kunnu takast, so avbyrging verður minni brúkt í varðhaldinum í Føroyum. Magnus Heinason gjørdi herfyri 17 hál á bankanum, sum hvørt vardi ein tíma. Nøgdin av stórum og feitum toski var góð, meira enn 24.000 pund. Petur Steingrund, fiskifrøðingur, letur eisini væl at, men hann heldur, at neyðugt er við fleiri kanningum, áðrenn tað kann staðfestast, at toskastovnurin veruliga er komin fyri seg aftur. Koronavirusið hóttir fjórðahvørt virki í Suðurgrønlandi, vísir ein kanning, sum er gjørd av støðuni hjá 39 virkjum í økinum, skrivar KNR. 50 milliónir kr skulu nýtast til at hjálpa sjálvstøðugum vinnurekandi, 100 milliónir krónur skulu hjálpa fiskivinnuni, flutningsvinnuni og byggivinnuni. 107 milliónir krónur skulu nýtast til fólk. sum verða send til hús, fyri at sleppa undan at tey verða søgd úr starvi, og so hava myndugleikarnir ætlanir um at útseta skattir og avgjøld til landskassan fyri 250 milliónir krónur Tað er Innovation South Greenland, sum hevur gjørt kanningina, og roknað verður við, at um gongdin heldur fram, so fara minst 150 fólk at missa arbeiðið í summar, og fyritøkurnar fara at missa 1,5 milliónir kr av umsetninginum. Í hesum døgum setur Korona ella Kovid 19 dagskránna um allan knøttin. Og fyrst í sendingini fara vit til London, har Dánjal Rein, sum arbeiðir í ferðavinnuni skamt frá Heathrow flogvøllinum, greiðir frá, hvussu støðan er í løtuni. Pritzker Heiðurslønin fyri Arkitektur kann samanberast við bæði Nobel og Oscar heiðurslønirnar. Og í ár varð Pritzker Heiðurslønin latin írsku arkitektunum Yvonne Farrel og Shelley McNamara, sum í 1978 vóru millum stovnararnar av teknistovuni Grafton Architects í Dublin. Vit fara at fregnast um bæði Pritzker og kvinnuligu írsku vinnararnar, tá vit skifta orð við arkitektin Høgna Hansen. Millum spennandi bygningarnar hjá Yvonne Farrel og Shelley McNamara eru University Campus UTEC í peruanska høvuðsstaðnum Lima, og The London School of Economic s Marshall Building. Tú kanst hoyra sendingina her Sending, sum týskarar hava gjørt um Norrønu, har vit hitta starvsfólkini, umframt nøkur útlendsk ferðafólk, ið eru farin víkingarundferð, sum Norrøna skipar fyri í vetrarhálvuni. Á ferðini eru serliga nógvir týskarar við umborð. Á saltfiskavirkinum Vaðhorn eru flestu starvsfólkini send til hús, og restin pakkar nú seinastu vøruna, áðrenn virkið legst stilt. Orsøkin er koronakreppan og óvissan, sum fylgir við henni. Tað eru nógvar kenslur upp á spæl í hesum døgum, nú ein sjúka herjar heimin. Men tað eru mátar at tryggja sær, at teir keðiligu tankanir ikki fáa fastatøkur á okkum Tað gongur rættan veg, men smittutalið í Føroyum fyri korona er framvegis ov høgt. Tað vísa útrokningar, sum serfrøðingur hevur gjørt. Bárður á Lakjuni, ið er aktuellur við heildarútgávuni Lívsins dansur , fer at spæla fleiri løg av nýggju útgávuni, tá hann trínur á pallin á Reinsaríinum uttan áhoyarar. Tað er Reinsaríið, sum skipar fyri korona konsertini, og fyritøkan AV Lux, ið framleiðir stroymingina, sum KVF samsendir í sjónvarpinum. Hini í nevndini, umframt formannin og næstformannin, eru Hans Arni Bjarnason Thomsen, sum er nývaldur, Barbara P. Vang, Jógvan Jespersen, Gunnar Nielsen, starvsfólkini hava valt Kenneth M. Samuelsen og Dan Rasmussen, og Alexandur Johansen umboðar samtakið í nevndini. Aðalfundurin í gjár samtykti ikki at lata vinningsbýti fyri 2019. Annars var ætlanin at lata partaeigarunum 67,2 milliónir krónur í vinningsbýti. Almennu kommunustýrisfundirnir, har øll kunnu koma á fundin, eru nú avmarkaðir, tí mælt verður til, at ikki fleiri enn tíggju fólk koma saman. Umhvørvis og Vinnumálaráðið, sum umsitur kommunumál í landsstýrinum, hevur biðið kommunurnar um at stroyma kommunustýrisfundirnar. Men tilmælini um, at ikki ov nógv fólk eru savnað og um neyðuga frástøða millum fólk, skulu haldast. Gott luftskifti er eisini eitt krav. Um tveir ella fleiri kommunustýrislimir eru hjástaddir , men aðrir kommunustýrislimir eru í telefonini ella video, verður hetta at meta sum vanligur fundur. Til slíkan fund krevst ikki eitt einmælt samt kommunustýri. Umhvørvis og Vinnumálaráðið sigur, at tað er ikki í samsvari við kommunustýrislógina at hava kommunustýrisfundir umvegis video ella telefon. Kommunustýrisfundir eru almennir, og fólk og fjølmiðlar hava rætt til at vera á staðnum fyri at fylgja við arbeiðinum og orðaskiftinum í kommunustýrinum. Koronasmittan verður kortini mett so mikið álvarsom og serlig, at hon rættvísger, at kommunustýrisfundir í hesum tíðum kunnu haldast umvegis video ella telefon. Í fjør vórðu dripin 193 neyt í Føroyum. 50 tons vóru av neytkjøti. Tey tølini hava verið nógv størri. Í 1998 vóru dripin 470 neyt. Tonsini av neytakjøti vóru tá 114. Betri trygging vil ikki gjalda fyri slitnaðu akkersboltarnar í Skansabryggjuni í Havn fyrr enn tað er staðfest, hví teir slitnaðu. Skyn hevur bara selt tvær ognir seinastu tvær vikurnar. Hetta er ein øðrvísi veruleiki, sum Skyn upplivir í løtuni, sum frammanundan seldi áleið 20 fastognir í miðal um mánaðin. Fólk skulu ikki ganga tvey og tvey. Ert tú úti, skalt tú hava pappír, sum vísa, at tú hevur eina góða grund til tað, og sum útgangsstøði skal bara ein persónur vera í hvørjum bili. Hvørt kvøld klokkan átta fara fólk tó út á terassurnar at klappa og spæla tónleik. Hetta er fyri at heiðra tey, sum eru til arbeiðis. Tá fáa vit eitt sindur av sosialu samveruni, sum annars er burtur nú. Eftir tíðindafundin um støðuna við koronasmittuni klokkan ellivu, fer Kringvarpið at senda drúgt sjónvarp. Vit eru á flogi við tyrluni hjá Atlantsflog í rutuflúgving úr Vágum til Mykines og aftur. Grundlógaravhoyring verður fyrrapartin, har ein maður í 40 unum er skuldsettur fyri at hava havt kynsligt samband við fosturdóttir sína. Í morgunsendingini fingu vit loyvi at spæla eina frásagnar og hermiframførslu, sum Heri Simonsen hevði á Reinsarínum í Havn á eldradegnum í fjør. John Henrik Holm, sum er næstformaður, Hans Arni Bjarnason Thomsen, sum er nývaldur, Barbara P. Vang, Jógvan Jespersen og Gunnar Nielsen. Myndugleikarnir hava havt at kalla einkarrætt upp á upplýsingar, men vit eru kanska á veg inn í eina nýggja bylgju, har miðlarnir kunnu spyrja hvassar spurningar. Luttakarar, Jóannes N. Dalsgaard, stjórmálafrøðingur, Georg L. Petersen, tíðindaleiðari, Sveinur Tróndarsson, blaðstjóri Dimmalætting, Eirikur Lindenskov, blaðstjóri Sosialurin og Grækaris D. Magnussen, tíðindaleiðari R7. Magnus Heinason skuldi vera við í kanningunum næstu tvær vikurnar. Talan er um kanningar, sum seks lond gera. Kanningarnar eru gjørdar síðani 2004. Frá mikudegnum og til í gjár doyðu 365 fólk í Fraklandi orsakað av covid 19, og 16 ára gamla genta var ein teirra, hon doyði í Paris, upplýsir heilsstjórin, Jerome Salomon. Hon greiðir frá, at dóttirin, sum franskir miðlar hava nevnt, Julie A, fyri einari viku síðani fór at hosta. Leygardagin tivaði hon, og varð løgd inn á sjúkrahús og kannað fyri covid 19. Gentan versnaði, og hósdagin varð andlátið kunngjørt. Hann er farin í sjálvboðið sóttarhald, men fer at virka sum stjórnarleiðari og hava teir fundir, sum eru neyðugir, umvegis telduskipanina. Boris Johnson boðaði sjálvur frá á Twitter, at hann er sjúkur, og hann legði aftrat, at saman fer bretska fólkið at loysa trupulleikan. Eyðfinnur Jacobsen, stýrisformaður í ALS, sigur, at hann vil hava stýrið at taka støðu til, um størv í ítróttinum eisini eru fevnd av lønarískoytinum. Sendingin hesuferð viðgerð fyrstu árini í jazzsøgu Føroya. Goggan framførur nøkur løg og persónar ið vóru við frá byrjan, tíðliga í 1920 árunum og seinni greiða frá tað teimum var fyri. Umframt Gogguna verður tónleikur við Orkestrinum í Tórshøll og The Four Pals v Brandur Øssursson. Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, sum fór upp í málið um krabbameinssjúkling, sum ikki fekk boð um, at krabbameinið hevði breitt seg. Landsstýrismaðurin í heilsumálum gav sínum aðalstjóra boð um at boða Landssjúkrahúsinum frá, at ein sjúklingur ikki fekk fatur á palliativu eindini Ein maður í 40 unum er í Føroya rætti varðhaldsfongslaður í 12 dagar, skuldsettur fyri at hava havt kynsligt samband við fosturdóttur sína. Heri Andreassen, leiðari á kriminaldeildini hjá løgregluni, sigur, at løgreglan miðar eftir at verða liðug at kanna málið fyri páskir. Hey øll somul Studio71 er ein heimasending hjá Hyggjuráðnum, har Pætur fer at viðmæla og ummæla okkurt gott sóttarundirhald til tykkum har heima á sofuni. 3. sending fevnur um heimildar heimin Her eru 5 dokumentar darlings hentaðar úr persónligu skjáttuni Hesa ferð hoyra vit um bamsuveiðu, sum Barnabati hevur fingið í lag. Silja í Norðagøtu hevur sæð 78 bamsur í Norðagøtu og hon fer at greiða frá. Símun Hansen úr Svínioy fer at greiða frá luti úr Kina. Eisini er nýggj kapping á skránni. Her ber til at finna og uppá at gera okkurt við sokkum. Sendið inn og tit eru við í kappingini at vinna páskaregg. Teitur Christensen er høvuðskokkur í Fútastovu í Havn. Hann hevur verið fastur táttur í vikuskiftissendingini í nøkur ár. Nú er Fútastova stongd vegna koronasmittuvandan. Tað er soleiðis, at eitt starvsfólk í Fútastovu hevði fingið staðfest koronasmittu fyrst í mars mánað. Tað hevði við sær, at fleiri av starvólkunum máttu fara í sóttarhald, harímillum sjálvur høvuðskokkurin. Vikuskiftissendingin hevur prátað við Teit umvegis telefon. Hann letur hielsa og sigur, at tað stendur væl til við matgerðini heima við hús. Hann gevur okkum her tvær uppskriftir upp á mat, hann heldur vera hóskandi fyri eina familju við smærri børnum. Tann fyrra er upp á kjøtbollar og tann seinna upp á Peach Melba. Kjøtbollar 500 g hakkað kálva og fleskakjøt 1 tsk salt, strokin 1 tsk allaround kryddarí 1 tsk pipar 1 egg 2 spsk mjøl 1 dl róma 1 leyk, fíntskornan 2 fet av hvítleyki, fíntskorin 1 pott av persillu, fínthakkaða 1 pott av basillikum, fínthakkað 100 g bacon, smátt skorið 5 6 sólturkaðar tomatir, smátt skornar 1 2 pakka av rivnum mozerella ella parmasan Byrja við at skera alt grøntmetið og bacon smátt. Man kann eisini bara blenda alt í kvirluni. Munurin er bert, at í kvirluni verður tað meira kleiggjut og ikki líka pent. Hita alt á einari pannu við einum sindri av olju í 5 10 minuttir við lágum hita. Tað skal helst ikki fáa farvu. Lat tað so blíva heilt kalt, áðrenn tað verður koyrt í farsið. Rør kjøt, salt, pipar og allaround kryddarí seigt saman í umleið 1 2 1 minuttir. Síðani koyrir tú egg og róma í saman við tí rivna ostinum. Rør síðan tað blandaða grønmetið í saman við mjøli. Ger altíð ein lítlan prøva á pannuni, áðrenn tú rullar allar bollanar, so tú kanst justera, um tað skal meira salt í. Tað er so ymiskt, hvussu fólki dámar salt, so ger altíð ein prøva áðrenn tú gert sovorðið sum kjøtbollar ella frikadellur. Tá tú er nøgd ur við smakkin, rullar tú farsið í bollar á umleið 30 g stykkið og leggur teir á bakipapír á bakiplátu við einum sindri av plássi ímillum. Set ovnin á 225 gradir og koyr bollanar inn, tá ovnurin er heitur í 10 15 minuttir. Summum dámar at steikja kjøtbollarnar á pannu, men eg haldi sjálvur, tað er lættast at steikja teir í ovninum. So eru bollanir klárir at koyrast í tomatsósina. Borðreið við pasta, fínk hakkaðum urtum og rivnum osti. Peach Melba 1 dós av ferskum 200 g fryst hindber 50 g sukur 2 spsk vatn 1 tsk vaniljusukur 100 g róma 100 g súrróma 38 1 pk heslinøtum Koyr hindber, sukur og vatn í eina grýtu og kóka í 10 minuttir við lágum hita. Síla og køl niður. Rista heslinøturnar á pannu ella í ovninum við 140 stigum í 10 minuttir. Píska róma, súrróma og vaniljusukur saman, til tað blívur tjúkt. Um ein vil hava tað søtari, kann ein koyra 1 2 spsk flormelis í. Sker ferskurnar í bátar og legg 8 10 stykkir í eina skál við hindberjasós og vaniljukremi omaná. Drússa heslinøturnar omaná. Ein kann eisini nýta vaniljuís, ið upprunaliga er í Peach Melda, í staðin fyri vaniljukrem. Gunvør Balle, forkvinna í mentanarnevndini hjá Tórshavnar kommunu greiðir frá um eina ætlan hjá kommununi av hava konsertir á internetinum. Talan er í fyrstu atløgu um tær konsertir, sum longu eru á skrá í Reinsaríinum. Teir bólkar, sum eru útgávuaktuellir og enn ikki hava fingið spælt útgávukonsert sleppa fyrst framat, sigur Gunvør men sum so eru ikki nakrar treytir fyri, hvør sleppur at spæla. Tó er eitt mark, sum er almennu reglurnar um, at tað í mesta lagi mugu vera 10 fólk savnað hvørjum tiltaki. Tað merkir, at møguleiki er ikki fyri at hava konsertir við eitt nú Tórshavnar Bigbandi ella øðrum størri bólkum Heri Joensen er prestur í Suðustreymoyar Vestara prestagjaldi. Herfyri varð hann biðin um at fara í sóttarhald eftir at hava verið saman við fólki, sum gjørdust sjúk. Heri greiðir frá, at hann hevur brúkt sóttarhaldstíðina til at lesa og at umseta eina bók til føroyskt. Tá man er so nógv saman við fólki, sum ein prestur er, sigur Heri, kann tað vera sunt at vera fyri seg sjálvan í friði í eina tíð. Tað hevur givið Hera íblástur til ta næstu uppgávuna, sum er ein hjúnarvígsla um páskirnar í Havnar Kirkju. Heri sigur seg annars ikki hava havt nøkur sjúkueyðkenni Mikkjal Hvannastein fekk tann 13. mars staðfest koronasmittu. Hann sigur seg hava fingið smittuna frá konuni. Hvørgin av teimum hava verið illa sjúk. Men tað, sum Mikkjal serliga fýlist á, er, at hann hevur mist smakkisansin. Mikkjal situr í sjálvbodnum sóttarhaldi men er væl fyri so mikið væl, at han fær arbeitt við tónleiki. Í dag gevur hann út staklag saman við Edmundi Jacobsen. Saman kalla teir báðir seg fyri Norðkraft. Mikkjal var gestur í vikuskiftissensingini í beinleiðis telefonpráti Heilsufrøðiliga Starvstovan hevur møguleikar og er klár at fara í gongd við at granska í koronavirusinum. Men skal arbeiðið setast í gongd, so er neyðugt við pengum. Tá Føroyar fyri góðum tveimum vikum síðan vórðu settar niður í ferð, varð inntøkugrundarlagið eisini rykt undan nógvum fyritøkum í handils og tænastuvinnuni. Og hóast hetta er teimum ein fíggjarligur smeitur, so er eingin ábending um, at almenn hjálp er teimum ávegis Landskassin fer missa nógvar pengar, um fyritøkur ikki fara at lata vinningsbýtið. Tað sigur John Rajani, búskaparfrøðingur. Vit binda um heilan fingur, tí framtíðarútlitini eru so óviss, siga umboð fyri tvær stórar fyritøkur í Føroyum. Olympisku leikirnir í Japan er avlýstir, og tað merkir, at føroyingurin, Sverri Sandberg Nielsen, IKKI sleppur at luttaka í OL, eins og ætlað, á hesum sinni. Koronasjúkan hevur eisini sálarligar avleiðingar við sær. Hjá Sinnisbara uppliva tey, at serliga nógv ung seta seg í samband við tey, tí tey kenna seg einsom. 11 tilburðir av koronasmittuni eru staðfestir aftrat seinasta samdøgrið, og nú hava tilsamans 155 føroyingar smittuna, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. Fyri at staðfesta, at smittað fólk eru frísk aftur, skulu ganga 48 tímar við ongum sjúkueyðkenni. Tá bera tey ikki smittuna longur, og kunnu loysast úr sóttarhaldi. Føroyingar eru vælkomnir at søkja um at fáa burtur av teimum 50 milliónum krónunum, sum Novo Nordisk grunnurin hevur sett av til at basa korona farsóttini. Pengarnir skulu nýtast til verkætlanir, ið hava til endamáls at byrgja upp fyri skaðiligum avleiðingum á heilsuøkinum, orsakað av korona farsóttini. Tað kunnu vera vísindaligar verkætlanir, ið royna nýggjar viðgerðir, tøkni ella fyribyrgjandi átøk, og upplýsandi tiltøk, sum kunnu bøta um samskiftið við borgaran. Treytin fyri at søkja er millum annað, at arbeiðið við verkætlanunum er klárt at fara í gongd beinanvegin, sigur Novo Nordisk grunnurin. Løgtingið viðger í løtuni eitt uppskot um at dagføra vardar bústaðir, og sambært hesum uppskotinum er ætlanin at útvega fleiri búpláss í Suðuroy, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir. Almannaverkið hevur víst á, at eitt uppskot at tryggja tørvin í Suðuroynni í nøkur ár, kundi verið at útvega eini rúmlig hús, til ymiskt virksemi, til dømis búpláss, umframt umlætting til fleiri ymsar málbólkar. Bjarni Hammer spurdi eisini, hví Dugni ikki hevur virksemi í Suðuroynni. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir upplýsir, at Dugni hevur søkt um størri játtan í 2021 til at skipa virksemi í Suðuroynni. Dugni hevur víst á, at stovnurin hevur ilt við at veita borgarum í Suðuroynni tilboð uttan so, at teir fáa hetta tilboðið á skúlanum við Áir. Umsóknin frá Dugna verður viðgjørd í sambandi við fíggjarlógina fyri 2021, sigur landsstýriskvinnan í almannamálum í svarinum til Bjarna Hammer. Tað ger hann, eftir at tað er komið fram, at fólk ikki fingu samband við palliativu eindina á Landssjúkrahúsinum, og at fólk við øðrum sjúkum enn korona aftra seg við at venda sær til kommunulæknan. Hetta er størsti hjálparpakkin í amerikansku søguni. Hann skal hjálpa bæði fyritøkum og borgarum burtur úr fíggjarligu avleiðingunum av korona kreppuni. Umboðsmannatingið samtykti lógirnar í gjár, og mikudagin góðkendi hin tingdeildin, senatið, eisini hjálpapakkan, sum Donald Trump, forseti, síðani hevur skrivað undir. Meinast raktu fyritøkurnar fáa burtur av tilsamans 500 milliardum dollarum, sum eru settar av. 100 milliardir dollarar eru settar av til sjúkrahúsverkið og heilsuverkið. 250 milliardir dollarar eru játtaðar í arbeiðsloysisstuðli til teirra, sum eru vorðin arbeiðsleys, ella eru koyrd til hús við ongari løn. Mátitól vórðu sett upp í Keypmannahavn, rhus, Odense og í lborg, og tey vísa øll, at luftin er 40 prosent reinari enn hon var undan átøkunum. Ein av granskarunum, Ole Hertel, sigur, at tey fara at halda fram at kanna, hvussu útlátið kann minkast, og ein háttur er, at nógv fleiri fara at nýta el bilar, ella at nýta almennu flutningsskipanina Granskararnir fara eisini at kanna, hvørja ávirkan reinari luft hevur á fólk og fæ, tí metingar vísa, at umleið 4.000 fólk doyggja um árið av dálkaðu luftini, sigur Ole Hertel. Nýggjastu tølini úr USA siga, at meira enn 100.000 fólk eru smittað av koronavirusinum í USA, og í øllum heiminum eru 600.000 fólk smittað. Sama, nær tey hava havt seinastu sjúkueyðkenni, skulu tey nú verða í sóttarhaldi í 14 dagar eftir staðfesta smittu, sigur Heilsumálaráðið í tíðindaskrivi seinnapartin. Hetta kemst av, at nýggjar kanningar vísa, at tað er ein møguleiki fyri, at tú kanst smitta longur enn 48 tímar eftir seinasta sjúkueyðkenni. Higartil hava leiðreglurnar verið, at smittað fólk verða staðfest frísk aftur, tá ið 48 tímar eru farnir uttan sjúkueyðkenni. Nýggju leiðreglurnar eru longu settar í verk, sigur Heilsumálaráðið. Hjá ALS arbeiða tey av øllum alvi, fyri at skráseta allar fráboðaninar um fyritøkum, sum hava sent fólk til hús vegna koronasmittuna. Sama, nær tey hava havt seinastu sjúkueyðkenni, skulu tey nú verða í sóttarhaldi í 14 dagar eftir staðfesta smittu, sigur Heilsumálaráðið í tíðindaskrivi seinnapartin í dag. Ein kann siga, at Violator var tann seinasta áttatiáraplátan hjá Depeche Mode, hóast hon kom í 1990, tí Songs of Faith og Devotion í 1993 var nógv meira rokkgittarur og møguliga ein roynd at vera partur av tí alternativa rokk og grunge rákinum, sum var tá. Undrunarvert er, at hóast sangarin, Dave Gahan, var bundin av narkotika, og gittaristurin, Martin Gore, av alkoholi, megnaðu teir at gera eina avbera flotta plátu. Hoyr meira um tað, tá tú hoyrir hesa Temaplátu í Plátubarrini. PB 28.3. 20. Epidemikommisjónin mælir til, at bara fastbúgvandi føroyingar ferðast til Føroya á páskum. Øll, ið ferðast til Føroyar, eiga at fara í heimauppihald í 14 dagar. Tað skrivar Epidemikommisjónin í tíðindaskrivi til miðlarnar. Epidemikommisjónin mælir øllum til eisini at virða tilmælini frá myndugleikunum á páskum. Tað vil siga, at bara tey, sum hava fastan bústað í Føroyum, og tey, sum hava bráðneyðugan tørv at sleppa til Føroya, eiga at ferðast til Føroya á páskum. Tey, sum ferðast til Føroya, eiga eisini at fara í heimauppihald í 14 dagar. Tað inniber, at tú verður heima við hús, fær ikki fólk á vitjan, og ikki fer av matriklinum. Fólk, sum arbeiða í Danmark, lesandi, og onnur, sum hava fastan bústað í Danmark, verða í hesum sambandi ikki roknaðir sum fastbúgvandi føroyingar. Eisini verður á páskum framhaldandi mælt til, at fólk í minst møguligan mun savnast í bólkum. Jú færri, tess betri tó í mesta lagi 10 fólk. Mælt verður til at halda hóskandi fjarstøðu Tað vil siga í minsta lagi tveir metrar, at vaska sær væl um hendurnar, og at avmarka kropsligt samband við onnur, sum til dømis lógvatak, klemm og kinnkoss. Hóast tilmælini frá myndugleikunum, um ikki at savnast nógv fólk saman, so hava fleiri veitslur verið í nátt. Tað sigur løgreglan, sum í gjárkvøldið og nátt hevur fingið fleiri fráboðanir um, at ungfólk hava hildið veitslur kring alt landið. Hesar fráboðanir eru komnar úr øllum landinum, sigur løgreglan. Tá ið tey eru komin fram á ungfólk úr hesum veitslunum, hava tey tosað við tey ungu um korona og um tilmælini frá myndugleikunum um ikki at savnast í bólki. Løgreglan sigur eisini, at tey ikki hava heimild at gera annað enn at tosa við tey ungu, og kunnu sostatt ikki forða fyri, at veitslan heldur áfram. Hetta hevur fingið Kaj Leo Holm Johannesen at koma við staðiligari áheitan á tey ungu, á heimasíðuni in.fo. Við in.fo sigur landsstýrismaðurin, at hann heitir á tey ungu um at tey skulu lurta eftir tilmælunum frá myndugleikunum. Kaj Leo Holm Johannesen heitir staðiliga á foreldur, og onnur vaksin, sum hava ábyrgdina av sínum húsum, og sínum børnun, um ikki at leggja hús til veitslur í hesum døgum. Tað eru nú í alt 159 føroyingar, ið hava fingið staðfest koronasmittuna. Hetta byggir á í alt 3.637 kanningarúrslit. Tað upplýsir Landslæknin í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk. Sostatt eru fýra persónar staðfestir smittaðir afturat seinasta samdøgrið. Tilsamans eru 70 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest koronasmittuna. Seinasta samdøgrið eru sostatt seks føroyingar afturat staðfestir frískir. Ein persónur er innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronasmittuna. Manningin skal landa tey 742 tonsini av frystum flaki, sum skipið hevur fiskað hesar tveir mánaðirnar í norska partinum av Barentshavinum. Hetta fyri, at ongin úr landi kemur umborð og dregur møguliga smittu við sær. Gadus hevur tvær manningar, og tá skipið fer avstað aftur, skal tann manningin, sum hendan túrin var í landi, umborð. Serligar trygdarreglur eru eisini settar í verk fyri hesa manningina. Grønlendska landsstýrið hevur avgjørt at banna sølu av øli, víni og øðrum sløgum av rúskdrekka. Hetta er beinleiðis avleiðing av koronakreppuni. Bannið varð sett í verk í gjárkvøldið klokkan 8 og heldur fram til klokkan 10 fyrrapartin tann 15. apríl. Grønlendski landsstýrisformaðurin, Kim Kielsen, sigur í tíðindaskrivi, at avgerðin er tikin fyri at verja fyri smittu, men eisini fyri at verja børnini. Í einari slíkari serligari støðu eru vit noydd at taka mong atlit, fyri at steðga smittuni. Men kjarnin í teirri avgerð, ið eg havi tikið, er, at børnini skulu verjast. Tey skulu hava eitt trygt heim. Eg vóni, at vit sum samfelag síggja korini hjá børnunum sum eitt felags mál, og at vit øll geva okkara íkast til at trygt samfelag, sigur Kim Kielsen við grønlendska blaðið Sermitsiaq. Tað var síðst í januar, at Bretland og Føroyar samdust um at arbeiða fram ímóti, at ein fiskivinnuavtala landanna millum skuldi vera klár longu í summar, nú Brexit er vorðið veruleiki. Avtalað varð gjørd um fastar samráðingarfundir einaferð um mánaðin soleiðis, at Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, kundi leggja bulin av eini avtalu fyri tingið á ólavsøku. Men nú gongur striltið við samráðingunum. Orsøkin er koronasmittan. Bara tey, sum hava fastan bústað í Føroyum, og tey, sum hava bráðneyðugan tørv at sleppa til Føroya, eiga at ferðast til Føroya á páskum. Tey, sum ferðast til Føroya, eiga eisini at fara í heimauppihald í 14 dagar. Tað inniber, at tú verður heima við hús, fær ikki fólk á vitjan, og ikki fer av matriklinum. Var alt sum vanligt, so ringdu kirkjuklokkurnar í morgun fyri fyrstu spentu konfirmantunum í ár. Í Vesturkirkjuni í Havn skuldi Bergur Debes Joensen, prestur, standa fyri konfirmatiónini klokkan 11 fyrrapartin. Eigur tú einar gamlar sokkar, sum kunnu fáa nýtt lív Kanska ein einsamallan, sum leingist eftir at blíva brúktur til okkurt VIT Elin og Eva hava gjørt hesar úr gomlum sokkum Tað eru nú í alt 168 føroyingar, ið hava fingið staðfest koronasmittuna. Hetta byggir á í alt 3825 kanningarúrslit, upplýsir landslæknin í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk. Í løtuni eru í alt 73 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest koronasmittuna. Ein persónur er innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronasmittuna. Nú hevur ALS skrásett 1.297 fólk, sum fáa lønarískoyti frá ALS, tí arbeiðspláss teirra hevur sent tey til hús uttan tó at siga teimum upp. Talan er um 739 kvinnur og 558 menn. ALS hevur verri enn so viðgjørt allar umsóknirnar enn, so talið veksur nógv. Fyri hvørji 1.000 fólk, sum fáa fult ískoyti, kostar skipanin ALS 21,6 milliónir krónur um mánaðin. Leygardagin segði Magni á Deild Olsen, stjóri í ALS, við Útvarpið, at okkurt um 40 prosent teirra, sum tá vóru skrásett, eru send heim uttan nakað arbeiði. Dagliga deyðatalið í USA orsakað av koronavirusinum verður hægst um tvær vikur. Tað segði Donald Trump á tíðindafundi í gjárkvøldið, sambært tíðindastovuni, AFP, har forsetin kunnaði um støðuna viðvíkjandi korona. Donald Trump segði, at tiltøkini, sum eru sett í verk fyri at tálma koronasmittuni, verða longd til 30. apríl. Hann hevur fyrr sagt, at tey skuldu steðgast á páskum. Um vit halda deyðatalinum onkrastaðni millum 100 og 200.000, hava vit gjørt eitt gott arbeiði, segði Donald Trump sambært tíðindastovuni Reuters. Føroya rættur hevur varðhaldsfongslað eina kvinnu í tríatiárunum í 11 dagar fyri millum annað at vera við til at fremja kynsligan yvirgang móti dóttur sínari, boðar ákæruvaldið frá á Twitter leygardagin. Færøernes ret har varetægtsfængslet en kvinde i 30erne i 11 dage bl.a for medvirken til seksuelle overgreb mod datter anklager Færøernes anklagere AnklagerFO March 28, 2020 Fríggjadagin varðhaldsfongslaði Føroya rættur ein 41 ára gamlan mann í 12 dagar. Maðurin er skuldsettur fyri at hava havt kynsligt samband við fosturdóttur sína. Eins og nógvir aðrir stovnar, so hevur COVID 19 virusið ávirkað virksemið á Blákrossheiminum. Viðgerðarstovnurin ger eftir tilmæli frá myndugleikunum og tekur tí ikki ímóti nýggjum búfólkum undir núverandi umstøðum. Samstundis elvir tíðin við sóttarhaldi, smittuvanda og sjúku sannlíkt til strongd og aðrar kenslur, sum kunnu vera tungar at handfara hjá teimum, sum stríðast við rústrupulleikar. Hetta kann vera ein trupul tíð, bæði fyri tey og teirra avvarðandi. Tí fer Blákrossheimið nú at bjóða samtalur yvir netið og telefon. Hetta viðgerðartilboð er galdandi bæði fyri tey, sum hava ein rústrupulleika og fyri teirra avvarðandi. Hvønn mána , miku og fríggjamorgun í hesum koronatíðum skipar Sansa við Kirstin Ellingsgaard fyri beinleiðis Qigong venjingum á facebook vanganum hjá Sansa. Orsøkin er, at vanligu liðvenjingarnar ikki bera til, nú vit ikki sleppa at savnast í bólki, men eisini tí at vit hava brúk fyri at røra okkum, nú vit eru so nógv heima, sigur Kirstin Ellingsgaard. Vilt tú vita meira um Qigong, so er her eitt innslag frá leygardagssendingini, sum varð sent fyri einum ári síðani Hvussu ávirkar Korona farsóttin tín gerandisdag Lýs gjarna, hvussu tú hevur tað, og hvussu tú kennir teg. Soleiðis ljóðar spurningur nummar 4 í spurnarblaðnum, sum liggur á Facebooksíðuni hjá Landsbókasavninum, og sum tey fegin vilja hava føroyingar at svara. Orsøkin til hetta spurnarblaðið er, at Landsbókasavnið savnar inn upplýsingar um hesa tíðina, sum møguliga kunnu nýtast til at granska í seinni. Vit savna longu inn heimasíður, men fáa ikki savnað inn tað, sum gongur fyri seg á Facebook, og tí spyrja vit hendan vegin, sigur Sólvør Hendriksen frá Landsbókasavninum. Eisini hava tey áhuga í at hoyra um bloggar um evnið, og um dagbøkur, sum fólk føra um koronatíðina. Vilt tú síggja spurnarblaðið, trýst her Mikrovatnorkuverkið, sum sp f Tróndargjógv ætlar at gera í Svínoynni, hevur fingið umhvørvisárinsmeting sína góðkenda í Umhvørvisstovuni. Ætlanin er at taka vatn úr Stórá og Norðdalsá og vinna streym úr tí. Við fullari framleiðslu brúkar vatnorkuverkið 48 litrar um sekundið. Sambært veljarakanningini, fær Joe Biden 49 prosent av atkvøðunum, meðan núverandi forsetin, Donald Trump, fær 47 prosent. Í februar vísti ein líknandi kanning, at Trump var sjey prosentstig aftan fyri Biden, skrivar The Guardian. Í 2016 vann Donald Trump meirilutan í valmannaráðnum, hóast hann fekk umleið tríggjar milliónir færri atkvøður enn Hillary Clinton kring landið. Í teimum statunum, sum verða mettir at verða avgerandi, og kunnu fara báðar vegir, er sera javnt. Millum hesar teljast Wisconsin, Florida, Michigan og Pennsylvania. Joe Biden hevur ikki tryggjað sær sessin sum forsetavalevnið hjá demokratunum enn, men hann er væl framman fyri Bernie Sanders, nú fleiri undanval eru seinkað av koronatiltøkunum. Sambært veljarakanningini hjá Washington Post og ABC fær Joe Biden 55 prosent og Bernie Sanders 39 prosent hjá demokratunum, skrivar The Guardian. Trý garnaskip fiska svartkalva. Fiskiskapurin er heldur frægari nú. Eitt garnaskip kemur inn í dag, og hini bæði koma seinni í vikuni. Á aðalfundi hjá Suðuroyar sparikassa í dag er ætlanin at velja Rúna Joensen, advokat í Havn, í nevndina í staðin fyri Óla Holm í Vági, sum ber seg undan afturvali. Í Snipp snapp eru teknifilmar, ið eru ætlaðir smáum børnum. Hesaferð eru teknirøðirnar Sára og Dunna, Elias og L fyri lomb. Snipp snapp er hvørt mikukvøld, hóskvøld, leygarkvøld og sunnumorgnar. Danskir veljarar taka undir við politisku kósini hjá Mette Frederiksen, forsætisráðharra, og sosialdemokratiska stjórnarflokkinum. Sambært eini nýggjari veljarakanning hjá Voxmeter, ið Ritazu hevur bílagt, hevði flokkurin fingið 31,5 prosent av atkvøðunum, um val var í dag. Sostatt tykist Mette Frederiksen av álvara at hava vent gongdini hjá sosialdemokratunum, tí so góða undirøku hevur flokkurin ikki havt síðan fyrst í 2006, tá Helle Thorning Schmidt tók við sum forkvinna. Framgongdin er á 4,7 prosentstig samanborið við kanningina, ið varð gjørd í farnu viku. Sambært Ritzau er talan um ein tann størsta vøksturin í søguni hjá Voxmeter. Seinastu vikurnar hava verið merktar av politiskum rumbli, har millum annað fýra av teimum fimm fólkatingslimunum eru farnir úr flokkinum. Tað sæst eisini aftur í veljarakanningini, har flokkurin farna mánaðin er farin úr 2,1 prosent niður 0,6 prosent. Og sætta frítíðarvikan, sum fólk síðani 2003 hava kunnað fingið útgoldna í staðin fyri at halda frí, verður bara goldin, um avtala um tað er gjørd fyri 2.mai í fjør. Tað hevur altíð verið meginreglan. Heldur ikki Eysturkommuna fer at krevja barnaansingargjald frá teimum, sum ikki brúka dagsstovnarnar, ið fyribils eru stongdir til 13.apríl. Dagstovnar, frítíðarskúlar, forskúlar og skúlar taka bara børn, tá foreldrini arbeiða við samfelagsligum kjarnuuppgávum og veitingum, og tí ikki fáa verið heima. Hesar uppgávur og veitingar eru sambært Eysturkommunu millum annað arbeiði í heilsuverkinum, í eldraøkinum, løgregluni, kriminalforsorgini, tilbúgvingini, ruskkoyringini, handilsvinnuni, flutningi, útflutningsvinnuni og í almenna tíðindaflutninginum. Semja varð gjørd um tað við hini strandarlondini í oktober í fjør. Afturat kvotuni í ár koma 710 tons, sum ikki vórðu fiskað í fjør, men eru flutt til í ár. Føroysk skip kunnu eisini fiska sild í íslendskum sjógvi, ES sjógvi og í NEAFC skipanarøkinum. Føroyski fiskiskapurin í ES sjógvi er avmarkaður til í mesta lagi 7.000 tons í ár. Koyringin hjá Bygdaleiðum verður tikin uppaftur á útvaldum leiðum eftir páskir, men hon verður nógv skerd, og boðast skal frá frammanundan. Ferðafólk skulu boða frá í seinasta lagi klokkan 19 kvøldið fyri, um tey skulu við bussi. Ferðafólk skulu upplýsa navn, telefonnummar og leiðnummar. Hetta verður gjørt, tí um so er, at ein ferðandi við Bygdaleiðum fær staðfest Covid 19 smittu, hevur Strandferðslan møguleika at greina ferðingina hjá ferðafólkinum, og seta seg í samband við onnur ferðandi, sum vóru í sama bussi. Danska virðisbræva vísitalið, C25, er farið upp 0,9 prosent, og kursurin er nú hin hægsti síðani 13. mars. Í síðstu viku hækkaði vísitalið 4,3 prosent. Umleið 150.000 tilburðir av koronasmittuni eru staðfestir í USA, síðani sjúkan fór at ganga, men íleggjarar hyggja nú eisini at bjargingarpakkunum, sum miðbankar og stjórnir hava samtykt í síðstu viku, skrivar Berlingske. Virðisbrævaserfrøðingar hjá stórbankanum, J.P. Morgan, vænta eisini, at marknaðurin er komin um tað ringasta, og at virðisbrøv kunnu væntast at hækka í øðrum ársfjórðingi. Tað kann tí ikki útilokast, at djór kunnnu bera virusið á skinninum ella á slímhinnuni eina tíð eftir samband við eitt smittað fólk. Ein góður vani er ikki at lata hundar ella onnur djór sleikja andlit og hendur, og altíð at vaska sær um hendurnar eftir samband við djór. Pláss verður fyri 72 næmingum á nýggja næmingaheiminum, sum Ítróttarháskúlin og Bústaðir byggja. Enn er ikki greitt, hvat endaligi kostnaðurin verður. Tá næmingaheimið stendur liðugt, verður farið undir at byggja ein skúlabygning til Ítróttarháskúlan, segði borgarastjórin í Vági við sjónvarpið fyri tveimum árum síðani. Tað var í seinastu viku, at myndugleikarnir í Japan og olympiska nevndin boðaðu frá, at leikirnir í summar vórðu avlýstir, orsakað av COVID 19. Leikirnir í summar vórðu avlýstir, eftir at trýstið um at útseta leikirnar vaks, og fleiri íðkarar og ítróttasambond boðaðu frá, at tey vildu hava leikirnar útsettar. Tøl frá John Hopkins universitetinum, sum javnan dagførir tølini, vísa, at 1.866 smittutilburðir eru í Japan í løtuni. 54 fólk eru deyð av COVID 19, og 424 fólk eru skrásett at vera frísk. Fyri løtu síðani hevði Arbeiðsloysisskipanin játtað 1349 umsóknir um lønarískoyti eftir serlógini, sum er sett í verk í sambandi við korona. Á tíðindafundinum kom millum annað fram, at tilsamans 146 av teimum smittaðu í Svøríki, eru deyð av virusinum, og av teimum eru 36 deyð bara hetta seinasta samdøgrið. Ein fíggindalig verð. Vit liva í eini fíggindaligari verð, har hóttanir lúra á hvørjum horni. Bæði likamliga og ikki minst drepandi mikroskopiskar organismur. Hesaferð síggja vit, hvussu ótrúliga væl útgjørdur mannakroppurin er til at handfara hesar vandarnar. Og so síggja vit millum annað ein mann, sum hevur fingið báðar hendur skiftar, og kroppurin góðtekur tær. Leygardagin var eitt sjáldsama høgt hátrýst yvir Føroyum. Hvør var orsøkin til hátrýstið og hvat merkir tað Vit tosa við Hanus Kjølbro, ið er veðurkønur. Hvørjar sosialar avbjóðingar og møguleikar hevur Korana støðan við sær. Tað spyrja vit Firouz Gaini, professara, um miðskeiðis í sendingini. Hvussu er russiska heilsuverkið fyri til at taka ímóti einari umfarssótt sum korona, og á hvønn hátt merkir korona gerandisdagin í Russlandi Vit tosa við Virgar Johansen, sum kom aftur úr Moskva fyri góðari viku síðani. Virgar lesur politikk og russiskt. Tú kanst hoyra sendingina her Brøðurnir Sigurð og Agnar Nielsen í Vestmanna hava framvegis sera góðan hug at fara á flot, hóast teir nú eru ávikavist 94 og 91 ára gamlir, og teir hava hvør sín stóra glastrevjabát. Seinasta heyst og í allan vetur hevur nógvur toskur verið at fingið inni á Vestmanna, heilt inn til bryggjuna. Brøðurnir Sigurð og Agnar eru ikki á einum máli um henda toskin. Í fleiri ár royndi Agnar Nielsen eftir hemara og hann fekk nógv. Hetta var ein serliga spennandi veiða, sigur Agnar. Mangan fekk hann seg veruliga royndan í drúgva bardaganum móti hemaranum, ið er ein stórur og sterkur fiskur av hávaslag. 12 fyritøkur í Klaksvík hava stovnað grunnin Norðan KG 334 og endamálið er at varðveita tann 101 ára gamla deksbátin við sama navni. Rutt Norðoy Joensen hevur serligar kenskur fyri bátinum, sum allan hennara uppvøkstur var í familjuni. Tí gjørdist hon sera glað tá hon hoyrdi, at fyritøkur í Klaksvík vildu varðveita hann. Stigtakarin Karl Birgir Isaksen sigur, at Norðan skal siga søguna um útróðurin í Klaksvík. Og í sendingini greiðir Anfinn Jacobsen frá flaggsiglingini við Norðan síðsta summar. Opni báturin Tusk og gamli landsdjóralæknin Carl Johan Bech vóru ein ímynd kring landið. Hesi seinastu árini hevur kappróðrarfelagið Tvørabáturin í Keypmannahavn átt bátin, sum nú er komin aftur til Føroya, og Robert McBirnie yngri eigur hann. Súsanna í Búðini á Velbastað, sum er abbadóttir Carl Johan, greiðir frá serligum túrum hjá abbanum við Tusk . Í minsta lagi 1200 danir eru í løtuni fangaðir uttanlands, orsakað av koronasmittuni. Eitt nú í Peru, Australia og Filipsoyggjunum sleppa danir ikki heim til Danmarkar. 26 ára gamla Marita Johannesen var sera nær við at gerast ein partur av hesum statistikkinum. Tað tók nakrar dagar, men Marita Johannesen og vinkona hennara sluppu loksins aftur til Cebu í Filipsoyggjunum. Tá byrjaði veruliga stríðið, og eftir tveimum vikum í óvissu eydnaðist tað teimum at sleppa heim til Danmarkar. Lógin um sjófeingi skal broytast, soleiðis at uppsjóvarkvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir kunnu latast samanlagt í fimm ár og ikki trý ár, sum galdandi lóg loyvir. Harumframt skal landsstýrismaðurin fáa heimild til at gera hesar royndarkvotur til varandi kvotur. Reiðarí, sum í dag eiga meira enn fimm prosent av uppsjóvarkvotunum, skulu ikki fáa burturav kvotunum til vinnuligar royndir og verkætlanir. Tá broytingarnar eru samtyktar í løgtinginum, verður kunngerðin at søkja eftir hesum kvotum lýst. Tilsamans er talan um 64.000 tons av uppsjóvarfiski 10.000 tons av makreli, 14.000 tons av norðhavssild og 40.000 tons av svartkjafti. Eftir ætlan skuldi broytingin í lógini um sjófeingi berast í løgtingið fyrr í mars mánað saman við eini serskattalóggávu, sum ásetir skattin, tá veiðiloyvi skulu endaliga avhendast. Men hvørgin er enn borin í løgtingið sum ikki fær arbeitt fyri korona smittuni hóast eini 80 mál liggja í tinginum og bíða eftir at vera avgreidd. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, veit í dag ikki at siga, nær broytingarnar koma í gildi, soleiðis at reiðarí kunnu søkja um uppsjóvarkvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir. Tað eru nú í alt 169 føroyingar, ið hava fingið staðfest koronasmittuna. Hetta byggir á í alt 4065 kanningarúrslit. Úrslitið fyri seks kanningar, ið vórðu gjørdar í gjár, verða greinað seinni í dag. Trý fólk eru nú innløgd á sjúkrahús. Eftir at uppgerðin í gjáramorgunin varð almannakunngjørd, var komið eftir, at 167 og ikki 168 persónar høvdu fingið staðfest smittuna. Sostatt eru tveir persónar staðfestir smittaðir afturat seinasta samdøgrið. Tað er í grein í Skúlablaðnum, at Súsannu Olsen, undrast á, at fleiri treytir ikki verða settar teimum, ið vilja verða lærari. Hon er námslektari í samfelagsvísindum og samskipari av útbúgvingini í námsfrøðiligari leiðslu á Setrinum. Tá ið tú veitst, hvussu umráðandi arbeiðið er, ið lærarar og námsfrøðingar gera, so er tað undranarvert, at tað ikki verða settar fleiri treytir til umsøkjararnar. Vit vita, at nøkur lesandi gevast tíðliga ella miðskeiðis í útbúgvingini, kanska tí, at tað ikki var tað rætta fyri tey. Námsfrøðiliga leiðsluútbúgvingin fer at gera, at skúlaleiðslurnar fáa onnur eygu á tey, sum koma í starvsvenjing, sigur hon og leggur afturat. Men tað er eisini neyðugt at hyggja nærri at treytunum fyri upptøku onkursvegna haldi eg, at tað er ov lætt at verða tikin upp. Tá ið vit hugsa um, hvussu leingi børn eru saman við námsfrøðingum og lærarum, so skylda vit teimum, at tey røttu verða tikin inn á útbúgvingina tað er so sera umráðandi, at tey, sum eru um børnini, eru skikkað at gera tað, tey skulu gera, sigur Súsanna Olsen. Koronakreppan hevur rakt donsku matstovuvinnuna hart, og nú er felagið, sum eigur Michelin matstovurnar, Kadeau, í Keypmannahavn og á Bornholm, fari á húsagang. Kadeau samtakið hevur í fleiri ár havt undirskot upp á fleiri milliónir. Seinasta roknskaparár var undirskotið nærum 10 milliónir eftir skatt. Ein persónur, har heimarøktin var á gátt fýra ferðir um dagin, hevur í dag bara tørv á røkt eina ferð um dagin, tí hann klárar tað mesta sjálvur. Frá byrjan hava venjingartilboðini fevnt um tilboð til fólk, sum búgva á ymisku heimunum, og um tilboð til fólk, sum møta upp til venjingartilboð, sum fysio og ergoterapitoymið skipar fyri. Við nýggju ætlanini verður endurmenning víðkað til at gerast ein partur av gerandisdegnum eisini til tey, sum eru heimabúgvandi. Instagramsíðan, Dreymakøkurnar hjá Ranvá, er fyri tað mesta, sum navnið bendir á, um køkur. Men eisini onnur góð hugskot eru at finna. Teir kunnu bæði gerast á lættan hátt, men eisini ber til at arbeiða við smálutunum, soleiðis at rómbollarnir verða ein spennandi avbjóðing. Eingin av teimum trimum persónunum, sum í løtuni eru innløgd við Korona í Føroyum, hava tørv á intensivari viðgerð ella respiratori. Higartil hava færri enn tíggju fólk verið innløgd við Koronasjúkuni tilsamans, men enn hevur ikki verið neyðugt við intensivari viðgerð. Verða upptøkurnar lagdar á til dømis Youtube, er talan um flutning til útlond, og slíkur flutningur skal fráboðast Dátueftirlitinum. Sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu. Talan er um barnaansingargjaldið sum fer av kontoini hjá foreldrum í morgin. Fleiri kommunur hava boða frá, at foreldini fáa barnaansingargjaldið endurgoldið, meðan stonvarnir eru stongdir vegna korona. Ein roynd á danska Serumstovninum kostar meira enn 4.000 kronur, sigur Ann Østerø, leiðari á Rannsóknarstovuni á Landssjúkrahúsinum. Í nýggju Móttøkuhøllini hjá IRF er ein brunnur, ið rúmar 450 rúmmetrar. Í fyrstu atløgu verður timbur og tílíkt virkisburturkast latið í hendan brunnin. Alt burturkastið í hesum brunninum verður kvarnað, áðrenn tað fer víðari í køstin á Brennistøðini. Húsarhaldsburturkast og lívrunnið burturkast fer framhaldandi at verða latið beinleiðis í køstin á Brennistøðini, skrivar IRF í einum tíðindaskrivi. Nýggja kvørnin verður mett at kvarna umleið 30 rúmmetrar av burturkasti um tíman. Kvarnað burturkast fyllir minni og er lættari at blanda við burturkastið í køstinum. Hetta gevur javnari og betri brenning, og Brennistøðin fær á henda hátt veitt eina støðugari og betri tænastu til borgarar og vinnu. Áður hevur tað verið soleiðis, at alt ov nógv jarn er komið í køstin til brenningar. Jarn eigur at verða endurvunnið, og harafturat fyllir jarn nógv í øskuni frá Brennistøðini, sum skal tyrvast. Kvørnin í Móttøkuhøllini er útgjørd við einari magnet, sum tekur alt jarnið úr burturkastinum, sum verður kvarnað. Á henda hátt verður jarnið nú sent til endurvinning heldur enn at verða tyrvt saman við øskuni. Hetta hevur eisini við sær, at nøgdirnar av øsku at tyrva fara at minka munandi. Høllin fer á mangan hátt at broyta mannagongdirnar á føroyska burturkast og endurnýtsluøkinum, og hon gevur nýggjar møguleikar fyri skiljing og viðgerð av burturkasti. Rakstrarligu og umhvørvisligu fyrimunirnir eru nógvir, og høllin er eitt stórt stig á grønu kós felagsins og landsins, skrivar IRF. Hósdagin 2. apríl klokkan 10 00 10 30 fara vit at telja fugl. Í hesum sambandi fara vit tosa um fuglar. Palli, sum gongur í 2.a í skúlanum á Fløtum fer at greiða frá. Alt hevur eina byrjan. Í fyrsta parti av UFO Kjallaranum fara vit aftur í tíðina. Aftur, til har startskotið til UFO tíðina rungaði um alla verðina. Krasjið í Roswell. Ein av mest loyndarfullu hernaðarstøðunum í heiminum er Area 51 í Nevada oyðimørkini í USA. Søgurnar eru mangar og litríkar, men vat er hetta fyri ein støð Og hvørja ávirkan hevur hon havt á okkum Ein tann størsta hendingin í UFO søguni fór fram tann 13. mars 1997 í Phoenix Arizona í USA. Túsundtals fólk sóu hetta kvøldið sjáldsom ljós á himlinum. Í samband við koronafarsóttina, sum herjar um knøttin, hevur Svøríki lagt á ein munandi øðrvísi bógv enn til dømis Danmark, Føroyar og Noreg. Fyrst í sendingina ringja vit til Svøríkis til Martin Jakobsen, ið starvast sum lækni í akuttmóttøkuna á sjúkrahúsinum í Lund, og sum í løtuni eisini er sjúkur av Covid 19. Tá flest fólk hugdu og lurtaðu eftir Koronakonsertunum, sum SMS skipaði fyri á netinum, lýddu 14.000 á. Vit tosa við fyriskiparan Regin W. Dalsgaard, og taka samanum. Mentanarstovnar og listasøvn er eisini millum teirra, sum mugu tillaga sítt virksemið í hesum døgum. Hvat merkir tað fyri Listasavn Føroya, og hvønn týdning hevur listin í tílíkum tíðum Vit tosa við stjóran, Karinu Lykke Grand. Tú kanst hoyra sendingina her Almenna partafelagið Posta koyrir nú pitsa út til fólk í høvuðsstaðnum. Tey hava gjørt avtalu við Gist og Vist um at koyra mat út. Hetta er ein ójøvn kapping, sum vit ongantíð kunnu vinna, sigur stjórin í privatu fyritøkuni Auto, sum áður røkti hesa uppgávuna Fyritøkur hava sum er atgongd til fígging at tryggja framhaldandi rakstur. Donsku skipaninar Vækstgarantifonden og Eksportkreditfonden gera, at føroyskar fyritøkur kunnu fáa lagaliga fígging Næsta útgjaldið er fyri tíðarskeiðið frá 23. mars til 5. apríl. Tað verður goldið 7. apríl. Lønarískoytið verður goldið tvær ferðir um vikuna, so hvørt, sum umsóknir verða skrásettar. Men broytingin í epidemilógini gevur stjórnini møguleikan at herða reglurnar. Í løtuni er bannað, at meir enn 10 fólk hittast á almennum stað í Danmark. Mette Frederiksen segði mánadagin, at Danmark kanska spakuliga kann taka virksemið upp aftur eftir páskir, um danir annars gera eftir tilmælunum. Hann hevur heldur ikki útilokað, at savningarforboðið kann umfata ommur, abbar og stjúkbørn. Tað merkir, at ein herðing kann hava við sær, at ommur og abbar ikki sleppa at síggja síni ommu og abbabørn, skrivar dr.dk Lærarar royna at laga seg til sín nýggja gerandisdag, har tey sjálvi sita við hús og undirvísa børnum, sum eru í skúla heima. Amboðini, sum nú verða nýtt til undirvísin,g eru í stóran mun nýggj hjá bæði lærarum og næmingum, eins og tøknin spælir ein stóran leiklut, og her er NÁM ein stór hjálp, sigur Jákup Eli Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag. Tað er trupult hjá lærarum at tryggja sær, at allir næmingar fáa alt við í undirvísingini, men hjá yngri flokkunum snýr tað seg mest um at hava ein gerandisdag har lærarin hevur samband við næmingarnar, og at næmingarnir sleppa at kenna seg sum part av felagsskapinum, sum flokkurin er. Nú er tíðin at arbeiða við tí, sum næmingarnir longu kenna, og ikki fara í holt við nýggj ting, tí tað kunnu vit taka seinni, leggur hann afturat. Eftir eina spronging varnaðust nakrir arbeiðsmenn, at eitt stórt hol var at finna aftanfyri. Tað vísti seg at vera eitt stórt helli. Teir, sum komu fyrst á staðið, sóu, at ein beinagrind var at hóma. Eisini glitraði ymiskt ímillum grótið, sum bendir á at forngripur liggur jarðaður undir Kirkjubø. Samskifti millum pør er ofta hetta, at vit seta okkum við døgurðaborðið og tosa um tað, sum vit hava upplivað til arbeiðis ella í skúla við meira, men nú vit ikki fara út, mangla vit hetta evnið at tosa um. Tað kann vera ein avbjóðing, heldur Margret Mortensen parterapeutur. Óvissan er somikið stór, at Tjóðbankin hevur útsett forsøgnina um danska búskapin, sum bankin vanliga kemur við í mars. Tað er heilt enfalt tí háttirnir, sum búskaparfrøðingarnir vanliga brúka til at gera forsøgnirnar, ikki kunnu brúkast í løtuni. Í Danmark hava vit eitt gott útgangsstøði fyri at fáa búskapin í gongd aftur, tá koronakreppan hæsar av, og tiltøkini at tálma smittuni verða strikað. Men tað verður hart, til vit koma hagar, og hjálparpakkarnir, sum stjórnin hevur samtykt hjálpa her og nú, sigur stjórin í Tjóðbankanum, Lars Rohde, sambært DR. Anskar Hansen í Klaksvík er partur av einum neyðhjálparfelagskapi, sum eitur Eysturhjálp . Tey hjálpa neyðstøddum í Moldova, Ukraina og Rumenia. Vit samla saman klæðir og pakka í Klaksvík og enn taka vit ímóti klæðum, sigur Anskar. Har hava tey eitt bilhús, sum fólk kunnu stilla klæðini. Bilhúsið er opið døgnið runt. Tey lata posarnar standa í fleiri dagar, so tað ikki er vandi fyri, at koronavirus situr í klæðunum. Eftir nakrar dagar yvirlivir koronavirus ikki á deyðum lutum. Tað er ikki bert til útlandið, tey veita hjálp. Anskar greiðir frá, at um tað er onkur barnafamilja í Føroyum, sum er í neyð og manglar klæðir, so ber til hjá teimum at seta seg í samband við Anskar á tlf. 221903. Um tit hava góð klæðir, sum tit vilja geva til eitt gott endamál, so eitur bústaðurin Helnabrekka 25 í Klaksvík. Eisini ber til at fáa sær meira kunning á facebook bólkinum Eysturhjálp . Verkini, sum eru sniðgivin sum drekar, verða tjóðrað í botnin. Tey sveima á 20 til 40 metra dýpi, tá streymur er, men hanga á átta metra dýpi á kyrrindum. Hvør dreki er fimm metrar langur og vigar 1,4 tons. Hvør dreki kann gera streym, sum svarar til nýtsluna hjá 120 til 160 sethúsum. Sev hevur kannað, hvørja ávirkan verkini hava á náttúru og umhvørvi í Vestmannasundi. Hesa kanning hevur Umhvørvisstovan nú góðkent. Páskirnar standa fyri durum, og fólk á útoyggj stúra fyri, at hópin av fólki fara at leita sær í summarhús á útoyggj í páskaferiuni, sigur Olga Biskupstrø er samskipari hjá útoyggjafelagnum Tað eru ikki bert tær smærru oyggjarnar ið stúra fyri páskaferiuni. Lív Næs, sum byr á Tvøroyri, skrivaði eina dagføring á facebook í gjár, um at verja Suðuroynna sum enn ongan koronatilburð hevur. Olga Biskupstrø biður fólk um at vera varðin. Páskirnar standa fyri durum, og fólk á útoyggj stúra fyri, at hópin av fólki fara at leita sær í summarhús á útoyggj í páskaferiuni, sigur Olga Biskupstrø, samskipari hjá útoyggjafelagnum. Tað eru ikki bert tær smærru oyggjarnar, ið stúra fyri páskaferiuni. Lív Næs, sum byr á Tvøroyri, skrivaði eina dagføring á Facebook í gjár, um at verja Suðuroynna sum enn ongan koronatilburð hevur. Ógvuslig peningalig áhugamál eru í framleiðslu av útgerð til vernd og royndir av korona í løtuni og tað er ilt at vita, hvat riggar og hvat ikki riggar, sigur Shahin Gaini, serlækni í infektiónssjúkum. Nógvar góðar søgur hevur Astrid Lindgren skrivað. Vit kenna øll Emil úr Lønnebergi. Saman við honum keða vit okkum ongantíð. Emil úr Lønnebergi, hann ger skálkabrøgd, næstan hvønn dag. Men Emil er so fittur, at hann ongantíð ger somu skálkabrøgd tvær ferðir, hann finnur altíð uppá nýggj. Sum tá ið hann vant lítlusystrina Idu upp í flaggstongina. Ella ta ferðina, tá ið hann reið á Lukasi beint inn í tann stóra salin, har borgarstjórin hevði veitslu. Tá flentu øll uttan borgarstjórin. Neyvan eru skálkabrøgdini hjá Emili so illa meint, sum til dømis hina ferðina í skúlanum, tá ið hann mussaði lærarinnuna. Tá segði Emil, at hann gjørdi tað, bara tí hann vildi vera fittur. Tað var serliga fjórði ársfjóðringur í 2019, ið hilnaðist illa hjá felagnum. Tá hevði felagið eitt undirskot á 40,4 milliónir krónur eftir skátt. Tengt at framleiðslu og gongdini í oljuvinnuni væntar Atlantic Petroleum, at vinna inntøkur í 2020. Felagið hevur eisini boðið til ársaðalfund 30. apríl. Á aðalfundinum standa tríggir nevndarlimir fyri vali. Teir eru Ben Arabo, Kaj Johannesen og Mourits Joensen. Teir hava allir boða frá, at teir taka við afturvali, og mælir nevndin til tað sama. Elin hevur hønur og tað vilja vit fegin hoyra um í dag. Elin og Eva eru farnar út og tær fara at greiða frá, eisini hoyra vit hønurnar á Argjum. Í dag er fuglabingo klokkan 10.00 10.30. Tá fara vit at telja fugl og so fara vit inn á facebook síðuna hjá Føroya Fuglafrøðifelag, har er ein leinkja at fylla út. Donald Trump ávarar nú amerikanarar um, at tvær tær næstu vikurnar verða harðar Eg vil ávara allar amerikanarar um, at tær boðar vikurnar, sum vit nú skulu ígjøgnum, vera pínufullar, segði Donald Trump á tíðindafundi. Stjórnin metir, at koronavirusið kann fara at kosta millum 100 og 240 túsund amerikanarum lívið, eisini hóast tiltøkini, sum stjórnin hevur sett í verk fyri at tálma smittuni, vera fylgd, skrivar The Guardian. Nú eru meir enn 4000 fólk deyð av covid 19 í USA. Tað er meir enn í Kina, men Trump, sum hevur fingið harðar ákoyringar fyri at hava handlað ov seint og gjørt ov lítið fyri at steðga smittuni, vardi seg. Sambært Hvítu Húsunum, vísa forsøgnir, at um eingi tiltøk vórðu sett í verk, kundu í ringasta føri millum 1,5 og 2,2 milliónir fólk latið lív. Donald Trump hevði ætlanir um at steðga tiltøkunum eftir páskir, men sunnudagin kunngjørdi forestin, at leingja tey til 30. apríl, skrivar The Guardian. Fólkatingið og danska stjórnin hava samtykt ein nýggjan koppsetingarpakka, sum millum annað bjóðar ókeypis koppseting móti lungnabruna til tey, sum eru í vandabólki, og tey, sum eru eldri enn 65 ár. Koppsetingarpakkin skal minka um talið á teimum, sum verða rakt av øðrum álvarsligum smittusjúkum enn korona, fyri at lætta um trýstið á danska heilsuverkið. Tað, sum tú kanst vóna, er, at serliga tey eldru lata seg koppseta, og tað eru serliga tey, sum eru í vanda fyri at fáa lungnabruna. So kanst tú vóna, at talið á lungnabrunum minkar, og trýstið á heilsuverkið eisini, sigur Torben Mogensen, formaðurin í danska lungnafelagnum, og serlækni í doyving. Stjórnin á Fólkatingið eru komin ásamt um lógina, sum eftir ætlan skal fáa so nógv gomul, fólk í vandabólki og heilsustarvsfólk, sum gjørligt, at lata seg koppseta. Joy Mogensen, mentamálaráðharri, hevur kallað inn til samráðingar seinnapartin, og málið er at semjast um ein hjálparpakka til donsku miðlarnar. Miðlarnir kunnu fáa mistu lýsingarinntøkurnar endurgoldnar. Privatu miðlarnir hava nógv at siga fyri okkara fólkaræði, og tað er vandi fyri, at tað viknar, um hesir fara fyri skeyti, sigur Joy Mogensen. Miðlapakkin hevur tvey stig. Fyrsta stig rindar 60 prosent av mistum lýsingarinntøkum aftur, og annað stig endurrindar 80 prosent. Um miðilin hevur mist millum 30 og 50 prosent av lýsingarinntøkunum, fær hann 60 prosent av mistu inntøkunum aftur, men hevur hann mist meir enn helvtina av lýsingarinntøkunum, fær hann 80 prosent endurrindað. Fleiri danskir miðlar hava mist inntøku, tí fyritøkur ikki lýsa sum vant. Starvsfólk á Berlingske og Altinget, eru uppsøgd, og 152 ára gamla avísin, Helsingør Dagblad, er um at fara á húsagang, skrivar DR.DK. Páskirnar eru týdningarmesta høgtíðin í árinum hjá kirkjum. Fyri nógvar danskarar hevur tað stóran týdning at kunnu hátíðarhalda páskaboðskapin í felagsskapi við øðrum, skrivar Joy Mogensen, danski menta og kirkjumálaráðharrin í eini tíðindaskrivi, og leggur aftrat Tað hevði verið harmiligt, um allar kirkjur vóru stongdar á páskum uttan nakran møguleika fyri at halda tær. Ikki minst í einari tíð, tá danir í serligan mun søkja eftir felagsskapi og meining, skrivar Joy Mogensen. Júst hvussu hetta letur seg gera er enn ikki avgjørt, men ger kirkjumálaráðharrin greitt, at tað verður undir tryggum og skipaðum umstøðum. Hvussu er støðan í Grønlandi í hesum døgum Vit tosa við Esmar Bergstrøm, sum hevur búð í Nuuk seinastu 50 árini. Hvørjar bøkur verða seldar á netinum fyri tíðina. Tað spyrja vit Kára Árting frá handlinum Rit og Rák. Og so tosa vit við Biritu Adelu Davidsen frá Opera.fo, sum fekk størstu einstøku upphæddina, tá stuðul til leiklistaverkætlanir varð latin fyrr í vikuni. Kommunurnar burdu bíða við avgerðini um at endurrinda ansingargjald til foreldur, inntil vit vita meira um, hvussu koronakreppan rakar kommunurnar. Fleiri kommunu hava hvør í sær avgjørt at endurrinda ansingargjaldið til foreldur, nú stovnarnir liggja lamnir av koronasmittuni. Borgarstjórin í Vága Kommunu, Eyðdis Hartmann Niclasen, heldur at kommunurnar burdu bíða eitt sindur við hesari avgerðini. Eg havi sjálv ynskt at kommunufelagið og landssmyndugleikarnir tóku málið upp. Tað hevur ikki eydnast, segði Annika Olsen í tíðindunum í gjár. Kommunurnar burdu bíða við avgerðini um at endurrinda ansingargjald til foreldur, inntil vit vita meira um, hvussu koronakreppan rakar kommunurnar. Fleiri kommunu hava hvør í sær avgjørt at endurrinda ansingargjaldið til foreldur, nú stovnarnir liggja lamnir av koronasmittuni. Borgarstjórin í Vága Kommunu, Eyðdis Hartmann Niclasen, heldur at kommunurnar burdu bíða eitt sindur við hesari avgerðini. Eg havi sjálv ynskt at kommunufelagið og landssmyndugleikarnir tóku málið upp. Tað hevur ikki eydnast, segði Annika Olsen í tíðindunum í gjár. Løgreglan rópar varskó, nú ymiskar heimasíður, facebookbólkar appir eru komnar, sum heita á fólk um, at deila persónligar upplýsingar og vitan um sjúkuna fyri at lýsa, hvussu nógv fólk eru smittað. Løgreglan mælir tí fólki frá, at taka niður appir, melda seg til privat átøk ella at fólk á annan hátt lata frá sær upplýsingar um heilsustøðuna. Fólk kunnu ikki vera vís í, um upplýsingarnar eru í røttum hondum og ikki verða brúktar til óviðkomandi endamál, ávarar løgreglan um. Føroyar eru tað landið í heiminum ið tekur flest Korona royndir í mun til fólkatalið og vanliga mannagongdin er at kanna um fólk eru smittaði av virusinum. Hetta verður ikki partur av føroysku skipaðu tilgongdini, men antistof royndirnar kunnu nýtast til at kanna um tey, sum eru smittaði vísa tekin um immunitet, sigur Tummas í Garði. Føroyar eru tað landið í heiminum ið tekur flest koronaroyndir í mun til fólkatalið og vanliga mannagongdin er at kanna um fólk eru smittað av virusinum. Hetta verður ikki partur av føroysku skipaðu tilgongdini, men antistof royndirnar kunnu nýtast til at kanna um tey, sum eru smittaði vísa tekin um immunitet, sigur Tummas í Garði. Tað eru nú í alt 177 føroyingar, ið hava fingið staðfest koronasmittuna. Sostatt eru fýra persónar staðfestir smittaðir afturat seinasta samdøgrið. Seks føroyingar eru vorðnir frískir afturat. Í løtuni eru tilsamans 81 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest koronasmittuna. Tað upplýsir landslæknin í morgun. Hetta byggir á 4.512 kanningarúrslit. Ein persónur er innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronasmittuna. Tað er komið fram í einum notati frá Region Stockholm, sum svenska Aftonbladet hevur fingið innlit í, sambært sjónvarpsstøðini TV2. Í notatinum, sum er dagfest 27. mars, stendur millum annað, at heilsustarvsfólk skulu hava upplæring í, at røkta doyggjandi fólk í teirra egna heimi. Hildið verður, at talið á røktarsjúklingum í Svøríki, fer at vera í hæddini 29. apríl, og longu um seks dagar er einki seingjarpláss á intensivum deildum eftir, ljóðar nú. Í hesum sambandi hava starvsfólkini á sjúkrahúsum í Stockholm hartað myndugleikarnir fyri, at tað ikki er nóg mikið av verndarútgerð til teirra. Í Svøríki eru dagstovnar, kirkjur, frisørar, venjingarmiðstøðir, kaffistovur og skúlar framvegis opin. Higartil eru 239 fók deyð av COVID 19 í Svøríki, 148 teirra í Stockhólm. Pengarnir eru fyri tíðarskeiðið 12. til 22. mars. Tey, sum ikki fingu í gjár, men fingu umsóknina staðfesta fyri middag í gjár, fáa pengarnar í dag, sigur Als. Næsta útgjaldið er fyri tíðarskeiðið frá 23. mars til 5. apríl. Tað verður goldið 7. apríl. Lønarískoytið verður goldið tvær ferðir um vikuna, so hvørt, sum umsóknir verða skrásettar. Íslendska fiskimálaráðið sigur, at tað royndi at fáa gongd á samráðingar við hini strandalondini um svartkjaft, sild og makrel, men tað var til fánýtis, sigur ráðið. Kristján ór Júlíusson, fiskimálaráðharri, segði í februar, at av tí at Ísland ikki sleppur við í makrelsemjuna millum Føroyar, ES og Noreg, fór hann kanska at endurskoða svartkjaftskvotuna og sildakvotuna. Tað hevur hann nú gjørt. Hann segði tá í februar, at Ísland ásetti sær minni svartkjaftskvotu og sildarkvotu í ár enn undanfarin ár fyri at vísa hinum strandarlondunum, at Ísland vil verja uppsjóvarfiskin og fáa í lag semju um hann. Íslendska makrelkvotan í ár er 152.000 tons. Hon var 140.000 tons í fjør. Ísland ásetur kvoturnar av uppsjóvarkvoturnar fyrr enn vanligt í ár, partvíst fyri at hjálpa fiskivinnuni móti korona. Kommunan boðar frá, at foreldrini ikki skulu gjalda dagstovnagjald, um barnið ikki er í kommunalari ansing, meðan dagstovnarnir eru stongdir vegna COVID 19 smittuna. Bygdaráðið hevði annars roknað við, at Kommunufelagið boðaði frá eini felags støðu viðvíkjandi dagstovnagjaldinum, men enn er eingin fráboðan komin. Um vit skulu hava landsroyndir, mugu vit brúka orkuna at arbeiða við úrslitunum, heldur enn at brúka alla orkuna til at fyrireika royndina, sigur formaðurin í Lærarafelagnum. Tað fer ov nógv arbeiðsorka til at fyrireika landsroyndirnar við verandi skipan, heldur Jacob Eli S. Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag. Tað er eitt stórt hóvasták at fyrireika uppgávurnar, telduskipanina, skúlan, læraran og næmingin fyri at fáa royndarúrslitið. Men, tá ið úrslitið er greitt, so var tað tað. Um arbeiði steðgar við úrslitinum, so er tað burturspilt. Tí um skúlin, lærarin og næmingurin skulu hava nakað burtur úr eini støðumeting, so er tað greiningararbeiði, ið verður gjørt út frá royndini, ið kann geva úrtøku, heldur formaðurin í Lærarafelagnum. Løgtingið hevur við lóg ásett, at vit skulu hava landsroyndirnar, og tað er tí eisini løgtingið, sum ger av, um landsroyndirnar skulu takast av. Eru vit ikki greið yvir, hví vit hava landsroyndirnar, so er betri, um vit taka tær av. Og um tær skulu hava lív lagað, so má vera greitt, hví vit hava landsroynd, og hvussu tær kunnu gagna læraranum og næminginum. Tað sigur Jacob Eli S. Olsen við Skúlablaðið. Landsroyndirnar vórðu fyrstu ferð hildnar í Føroyum í 2008, og royndirnar hava verið hildnar her á hvørjum ári síðani tá. Landsroyndirnar verða hildnar fyri fólkaskúlanæmingum í fjórðu og sættu flokkunum í føroyskum, støddfrøði og náttúrulærugreinunum. Tey eldru duga væl at taka støðuna, men sjálvandi kann tað blíva einsligt hjá teimum, sigur Vár í Gong. Hetta er ein háttur at brúka tøknina til nakað skilagott. Á síðuni stendur soleiðis Fleiri duga at syngja, at spæla, at siga eina stuttliga søgu, gera stólafimleik ella okkurt heilt annað. Einasta treytin er, at tað er okkurt sum fær tey gomlu í gott lag. Leggið eina videoheilsan á hendan bólkin. Starvsfólkini sum eru kring tey gomlu kunnu skipa soleiðis fyri, at heilsanirnar vera vístar í sjónvarpinum ella ipaddum. So tit, spælimenn, skrøggarar, frásøgufólk ella okkurt heilt annað, leggið eina videoheilsan inn á hendan bólkin, so skifta vit eitt sindur av koronatíðindum út við tónleik og annað gott frá tykkum. Leinki til bólkin er her . Neyva talið er 48,7 prosent. Og tey flestu flugu til og við 10. mars. Í mars í fjør var ferðafólkatalið 24.638. Tað var 12.630 í mars í ár. 8.500 teirra flugu til og við 10. mars. Tað vil siga, at góð 4.000 fólk hava flogið millum londini í tríggjar vikur. Ferðafólkatalið var 15,6 prosent størri enn í fjør til 10. mars. Talið fór niður í 5,6 prosent 12. mars. Komur og fráferðir eru 23 prosent færri enn í mars í fjør. Hetta talið er ikki so stórt, tí her telja tyrlurnar við. Hjá ítróttarfólki, sum eru von at venja, kann tað vera ein avbjóðing at halda venjingarstøðuna við líka, nú eingin skipað venjing er. Danskir myndugleikar fara skjótt at kanna fleiri fólk fyri korona, skrivar Danmark Radio. Tað hendir aftaná, at danska heilsustýrið hevur broytt leiðreglurnar fyri, hvør kann kannast. Í gjár blivu 2.324 danir kannaðir fyri korona, men við nýggju leiðreglunum vóna myndugleikarnir, at fleiri enn 15.000 verða kannað um dagin eftir páskir. Eg vænti, at vit longu hesa vikuna kunnu kanna fleiri enn 5.000, meðan vit í næstu viku kunnu kanna 10.000, áðrenn tað verður 15.000 aftaná páskir, sigur Helene Probst, deildarleiðari fyri ráðlegging í Heilsustýrinum við DR. Nýggju leiðreglurnar gera tað møguligt hjá kommunulæknum at senda fólk, ið hava veik sjúkueyðkenni, til kanningar. Tilsamans eru 27.109 fólk kannað fyri korona í Danmark. Linda M. Hesselberg, varafúti, sigur, at tey hava nú fingið seinastu upplýsingarnar, tey hava biðið um, frá Fíggjarmálaráðnum, sum nú umsitur Landsverk. Heðin Mortensen, sum tá var landsstýrismaður, bað ákæruvaldið kanna fólkini hjá Landsverki, sum hava ábyrgdina av byggingini í Marknagili og við Landssjúkrahúsið. Tað er skjótt eitt ár síðani. Tað var 21. mai í 2019. Heðin Mortensen sendi málið til fútan eftir at hava fingið eina frágreiðing og eitt tilmæli frá Jógvani Páll Lassen, advokati. Jazzurin fekk ein nýggjan pall miðskeiðis í sjeytiárunum, tá Jazzfelagið veruliga økti um tónleikaáhugan hjá føroyska ungdóminum. Kristian Blak greiður frá upprunanum og virkseminum hjá Jazzfelagnum, ið seinni í ár verður 45 ár. Enn vita vit ikki fyri vist, um koronasmittað fólk verða mótstøðufør, eftir at tey hava havt virusið, tí hetta er eitt virus, vit bara hava kent í fáar mánaðir. Spurningurin um andevnini kemur av, at tað í gjár kom fram, at andevnisroyndir eru á marknaðinum, men hesar ávarar Shahin Ga ni um, tí tað enn er ilt at vita, um hesar rigga ella ikki. Shahin Ga ni leggur eisini dent á, at tað tydningarmiklasta framvegis er, at greiða fæst á, um fólk eru smittað ella ikki, og at andevnisroyndir kunnu gerast meiri týðandi frameftir, fyri at greina møgulig myrkatøl. Eru tey fólkini, red. vorðin mótstøðufør, kunnu tey betri hjálpa koronasjúklingum. Men enn er ov tíðliga at siga, sigur Shahin Ga ni, serlækni í infektiónssjúkum. Fleiri ætlanir liggja á borðinum, og tann mest upplagda í løtuni er at bríksla fyrstu dystirnar í gongd um ein mánað og herja á alt summarið. Fyrsta bríksl skuldi annars ljóða 8. mars, men tað kom ongantíð. Korona kom ístaðin og sendi allar leikararnar í umklæðingarrúmið. Har hava leikararnir bíðað síðani. Hendingaferðir sleppa teir út at venja einans tríggir í senn, og tað slítur uppá dystarvenjingina. Samstundis venda øll eygu móti Tórsvølli í Gundadali í Havn, har umsitingin hjá Fótbóltssambandinum vigar ymisku ætlanirnar upp móti hvørjari aðrari. Sum skilst, er ætlanin, ið liggur fremst í bunkanum í løtuni, at byrja fyrst í mei. Tá verður áttanda umfar, sum ætlað, og síðani koyrt ahead hvørt vikuskifti uttan summarsteðg. Ætlanin er eisini, at tey sjey fyrstu umførini frá í vár skulu heintast inn við dystum mitt í viku. Ætlanin hevur avbjóðingar við sær. Og so tann týdningarmesti spurningurin, sum er avgerandi fyri, um kappingin kann byrja í mai Nær sleppa leikararnir úr umklæðingarrúminum og út á vøllin at venja dystarformin upp aftur Tað svarið liggur ikki í FSF hølunum á Tórsvølli men í Tinganesi, har avgerð skal takast, hvussu nógv fólk kunnu savnast eftir páskir Bakkafrost tók 7.300 tons av laksi í alibrúkunum, felagið hevur keypt í Skotlandi, í fyrsta ársfjórðingi í ár. Í Føroyum tók felagið 10.700 tons í januar, februar og mars. Tað boðar felagið partaeigarunum frá. Felagið tók tí 18.400 tons av laksi í fyrsta ársfjórðingi. Bakkafrost seldi 19.100 tons í fyrsta ársfjóðingi. Havsbrún, sum ger alifóður, tók ímóti 64.800 tonsum av fiski í fyrsta ársfjórðingi. Øll frágreiðingin um ársfjórðingin verður tøk 5. mai. Bakkafrost hevur aðalfund í morgin. Privatu fyritøkurnar í Føroyum høvdu síðst í februar 3,3 milliardir krónur á bók í føroysku peningastovnunum, sambært eini uppgerð hjá Landsbankanum. Innlán hjá privatum fyritøkum í føroyskum peningastovnum hava verið vaksandi øll árini síðani ársbyrjan 2014. Peningurin, sum fyritøkurnar hava sett á bók, er vaksin meir enn 65 prosent hesi árini. Privatu fyritøkurnar hava eisini pening standandi á bók í donskum peningastovnum umleið 100 milliónir krónur, ið somuleiðis er tøkur. Umframt pening á bók, hava føroysku peningastovnarnir boðað frá, at møguleiki er hjá føroyskum fyritøkum at fáa avdráttarskáa og møguliga eyka gjaldførishjálp. Hjálparpakkar eru somuleiðis settir í verk. Hon er innstillað fyri bókina Loftar tú mær Rakel Helmsdal hevur bæði skrivað og teknað bókina. Rakel Helmsdal og Kathrina Skarðsá, sum teknar, vóru í fjør innstillaðar fyri barnabókina Miljuløtur. 14 bøkur úr øðrum Norðurlondum eru eisini innstillaðar. Dómsnevndin sigur um myndabókina Loftar tú mær , at Rakel Helmsdal setir orð og myndir á eitt evni, sum trupult kann vera at tosa um. Huglagið er syrgið, men samstundis eisini lívsjáttandi, av tí at bókin lýsir deyðan sum ein natúrligan og óvikiligan part av lívinum, ein part, sum ikki bara tey vaksnu, men eisini børnini uppliva. Serliga mátin, sum myndirnar spæla við ljós og myrkur, og teir mongu margtýddu smálutirnir gera, at teksturin víðkast, og at lesarin upplivir eina kenslu av nærveru. Við hesi myndabókini hevur Rakel Helmsdal ikki bara gjørt eitt stórt avrik sum rithøvundur, men eisini sum myndprýðari. Bókin hjá Rakel Helmsdal er eisini inntillað til virðirlønina hjá Útnorðurráðnum. Talið á fólki í Spania, sum eru deyð av COVID 19, er hetta seinasta samdøgrið vaksið við 950. Tað upplýsir stjórnin í landinum sambært tíðindastovuni, Reuters. Sostatt eru fleiri enn 10.000 fólk í Spania deyð av COVID 19. Fleiri enn 110.000 fólk í Spania hava nú fingið staðfest smittuna, og eru hetta 8.000 fleiri enn týsdagin. Næstan 900.000 spaniólar hava mist størvini síðani ferðin í samfelagnum varð sett niður miðskeiðis í mars, tá koronasjúkan av álvara tók dik á seg, upplýsa myndugleikarnir. Fólk í landinum hava síðani 14. mars fingið strang boð um, at halda seg við hús, og bara fara út, um teimum hevur tørvað annaðhvørt mat ella heilivág. Fyrradagin høvdu tilsamans 102.000 fólk í Spania fingið bót, tí tey ikki virða útgongubannið, og 926 fólk vóru handtikin, sambært Al Jazeera. Bøturnar eru úr 100 evrum heilt upp í 600.000 evrur, sum myndugleikarnir kunnu geva, um fólk skipa fyri mótmælistiltøkum, skrivar sjónvarpsrásin. Bert umleið tólv fólk búleikast í Fugloy um veturin. Trý teirra eru Mikkjal Petur, Emma og Amalia. Tey minnast aðrar tíðir, tá ljós var í hvørjum húsi, men hava ongar ætlanir um at flyta av oynni. Krýatúrini og náttúran geva lívinum innihald, og í Fugloy hevur klokkan einki at siga. Dagmar Joensen Næs og Jónfinn Stenberg gjørdu sendingina. Stuðulin úr landskassanum kann vera upp til 80.000 krónur um mánaðin í tríggjar mánaðir. Afturfyri verður loft lagt á stjóralønina, soleiðis at stjórin í fyritøkuni kann ikki tjena meira enn 600.000 krónur í ár. Og harumframt sleppa fyritøkur, sum fáa lut í kreppupakkanum, ikki at gjalda út vinningsbýti í trý ár. Hjálparpakkin tekur støði í umsetninginum í øðrum ársfjórðingi í ár, sum verður samanborin við umsetningin annan ársfjórðing í fjør. Vísir tað seg, at umsetningurin næstu tríggjar mánaðirnar minkar, sammett við sama tíðarskeið í fjør, so er landskassin til reiðar at lata stuðul til tað. Stuðulin verður 75 prosent av mista umsetninginum, tó í mesta lagi 80.000 krónur um mánaðin í tríggjar mánaðir. Men koma tildømis 1000 fyritøkur inn í kreppupakkan, og fáa hesar fyritøkur í meðal 40.000 kr mdr í tríggjar mánaðir, so kostar skipanin landskassanum 120 milliónir krónur. Í Tógvhúsinum í Havn binda tey alt annað enn frið, nú fólk standa í kø uttanfyri handilin, tí eftirspurningurin eftir tógvi er øktur, samstundis sum tey mugu taka atlit til bæði kundar og starvsfólk. Enn eru ongar rokningar avgreiddar, men ein leystlig gjøgnumgongd av skjølunum í málinum vísir, at í rundum tølum eru higartil brúktar 700.000 krónur til at hýsa fólki á Hotel Vágum. Smáar 400.000 krónur eru brúktar til at hýsa fólki á Rúnarlon, sum liggur við Hotel Føroyar í Havn. Og so eru 200.000 krónur brúktar til at hýsa fólki á Hotel Øravík í Suðri. Meðan tey bæði fyrru leigumálini Hotel Vágar og Rúnarlon eru dúgliga brúkt so hevur higartil eingin sitið í sóttarhaldi á Hotel Øravík, sum Heilsmálaráðið hevur leigað síðani 13. mars. Hotell Øravík varð leigað, fyribils allan mars mánaða, men tað leigumálið heldur ikki fram. Umframt hesi trý tilboð hevur Heilsumálaráðið eina røð av tilboðum kring alt landið, til at taka tó uttan at ítøkilig avtala er gjørt um nakað. Herfyri vórðu 2,3 milliónir krónur játtaðar við fíggjarnevndarskjali til smittufyribyrjandi tiltøk. Av hesum skulu 1,7 millión brúkast til gisting og vistarhald, meðan restin skal brúkast til organisering, serfrøði, flutning og annað. Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, sigur at almenna tilboðið um sóttarhald stendur við, so leingi tørvur er á tí, í mun til smittu spjaðingina. Landsstýrismaðurin ásannar, at fíggjarnevndarskjalið frá 11.mars er bara tað fyrsta av fleiri, tí tilbúgvingarparturin í samband við korona smittuna fer at kosta nógvar milliónir krónur. Klokkan 11 00 í dag verður hjálparpakki tvey kunngjørdur á tíðindafundi. Á fundinum vera landsstýrisfólkini Jørgen Niclasen, Helgi Abrahamsen og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir. Men ikki treytaleyst. Treytirnar eru, at stjóralønin ikki fer upp um 600.000 krónur í ár. Og einki vinningsbýti má latast í trý ár. Vísir tað seg, at umsetningurin næstu tríggjar mánaðirnar, tað er í øðrum ársfjórðingi, minkar, sammett við sama tíðarskeið í fjør, so er landskassin til reiðar at lata stuðul til tað. Ein annar stuðul er til fólkapensjónistar, sum framvegis arbeiða, men eru sendir til hús. Tey fólkini fáa ongar pengar frá Als, sum støðan er nú. Men hetta verður broytt í hjálparpakka tvey. Vanliga skulu uppskot vera hjá Løgtingsskrivstovuni tríggjar dagar fyri framløguna. Men í serligum førum kann hendan freistin styttast niður í tveir tímar. Danir sleppa kortini ikki í kirkju á páskum. Kirkjumálaráðharrin, Joy Mogensen, gloppaði annars kirkjuhurðarnar fyrradagin, tá hon segði, at tað fór at bera til hjá fólki, at fara til skerda páskaguðstænastu. Men eftir at fleiri prestar hava sagt, at teir stúra fyri heilsutrygdini, um kirkjurnar verða latnar upp aftur á páskum, er hon kúvend, og letur nú hurðarnar aftur, skrivar danska kringvarpið. Tað pínir, at vit mugu halda páskir, uttan at sleppa í kirkju, men eg fegnist um, at fólkakirkjan stendur saman við restini av samfelagnum, sigur Joy Mogensen, sambært dr.dk Fleiri danskir flokkar hava gramt seg um, at kirkjan ikki skal verða upplatin um høgtíðina. Tí ætlaði stjórnin, at lata kirkjuna upp og hava avmarkaðar guðstænastur, men ráðharrin í kirkjumálum fer nú at mæla til, at hesar ætlanirnar verða lagdar á hillina. Biskuparnir halda ikki, at kirkjan skal hava serviðgerð, og tí verða vit í ár noydd at halda páskir á ein annan hátt, saman men hvør sær, sigur Peter Skov Jakobsen, biskuppur í Keypmannahavn, sambært dr.dk Demokratarnir útseta nú endaligu avgerðina um, hvørt tað verður Joe Biden ella Bernie Sanders, ið skal stilla upp ímóti Donald Trump á amerikanska forsetavalinum í november, skrivar AFP. Floksfundurin í Milwaukee í Wisconsin, har forsetavalevnið endaliga skal veljast, er útsettur frá 13. juli til 17. august, orsakað av koronaútbrotinum. Joe Biden, sum stendur til at vinna uppstillingina hjá Demokratunum, hevur sagt, at stórar fólkamongdir eiga ikki at koma saman, meðan koronavirusið ger um seg. Í løtuni er støðan óviss, og tí halda vit, at tað er skilagott at taka okkum tíð til at meta um støðuna, so flokkurin kann halda ein tryggan og góðan fund, sigur Joe Solmonese, sum er formaður í nevndini, sum skipar fyri floksfundinum. Meir enn 5.000 fólk eru deyð í USA av koronavirusinum, og stjórnin metir, at endaliga deyðatalið fer at liggja onkustaðni millum 100 og 200.000. Heilsumyndugleikarnir upplýstu í gjár, at talið tá var 177, men talið skuldi av røttum vera 178, og ikki 177, sum upplýst varð gjáramorgunin. Sostatt hevur eitt fólk afturat fingið staðfest COVID 19 í Føroyum síðani í gjár. Seinasta samdøgrið vórðu 141 føroyingar kannaðir fyri virus. Fyrsti tilburðurin í Føroyum varð skrásettur 3. mars. Tá flest tilburðir vórðu staðfestir í einum samdøgri, vóru 19 tilburðir staðfestir. Tað var 16. mars. Í USA hava 6,6 milliónir fólk mist arbeiðið síðstu tvær vikurnar, orsakað av COVID 19. Tað vísa nýggju vikutølini hjá ráðnum fyri arbeiðsmarknaðarmál, sum vórðu kunngjørd í gjár. Hetta er onnur vikan á rað, at tølini yvir arbeiðsleys í USA hava sett nýggj met. Í síðstu viku vóru tað 3,3 milliónir amerikanarar, ið skrásettu seg sum arbeiðsleysar. Tað veruliga talið á arbeiðsleysum í USA kann væl vera nógv størri enn 10 milliónir fólk, halda økonomar, tí myndugleikarnir klára ikki at fylgja við teimum nógvu umsóknunum, skrivar NBC News . Tað er ikki óhugsandi, at arbeiðsloysið kemur upp á 15 prosent, og tað undirstrikar bara, hvussu illa tað stendur til, sigur Loretta Mester, deildarstjóri hjá amerikanska tjóðbankanum, sambært Washington Post . Amerikanski tjóðbankin hevur longu kunngjørt seks hjálparpakkar til smáar og miðalstórar fyritøkur, og í løtuni verður ein hjálparpakki afturat fyrireikaður, ið skal tryggja fyritøkunum lagalig lán. Arbeiðsloysið veksur við eini ferð, vit ikki hava sæð fyrr. Arbeiðsloysið fer at eisini at vaksa næstu vikurnar og mánaðirnar, sigur Allan Sørensen, leiðandi búskaparfrøðingur hjá Dansk Industri, sambært TV2 . Amerikanska stjórnin hevur góðkent ein hjálparpakka fyri 2,2 billiónir dollarar, ið skal stimbra kreppurakta búskapin, nú skjótt vaksandi arbeiðeiðsloysið hóttir búskapin í landinum. USA er í løtuni tað landið í heiminum, sum hevur flestar tilburður av COVID 19. Tilsamans 245.573 fólk eru smittað, og 5.137 fólk eru deyð, vísa nýggjastu tølini hjá John Hopkins University . Gerandisdagurin hjá teimum, sum lesa sjúkrarøktarfrøði á Setrinum, er nógv broyttur seinastu tíðina. Eingin undirvísing er, og tey lesandi eru farin í arbeiðs ella verndarbúnan í staðin, og ert tú ein av teimum, ið skal kannast fyri korona, so hittir tú tey uttan fyri sjúkrahúsini, har kanningarnar verða gjørdar. Ein teirra er Guðrið Jákupsdóttir, sum vit fingu orðið á, áðrenn hon fór til arbeiðis har hon aftur í dag skal kanna føroyingar fyri korona. Tá hon seinni í lívinum flutti til Danmark, var ikki longur nøkur bindihjálp á bonkinum hjá ommuni. Hon kom í dýrastu neyð. Fyri hana var tað vónleyst at fáa hjálp ígjøgnum telefon, tí hon skilti ikki helvtina av bindiorðunum, og tolið í hinum endanum á telefonini var ofta uppi, áðrenn hon hevði skilt, hvat hon skuldi. Hon royndi seg fram á youtube, men fann skjótt útav, at ongin í verðini bindur soleiðis, sum hon hevur lært at binda. Á flestu sjónbondunum hon fann varð bundið við vinstru, og hon bindur við høgru, og fyri ikki at tosa um at skilja bindiorð á fremmandamálum. Neyð lærir nakna kvinnu at spinna og soleiðis bleiv binda.fo til. Á síðuni hevur hon gjørt sjónbandavegleiðingar, ein orðalista og ein blogg av teimum mannagongdum og bindiorðum, hon hevur arbeitt við. Sjónbandavegleiðingarnar vísa og greiða frá ymiskum mannagongdum. Orðalistin hevur bindiorð á føroyskum, donskum og enskum. Á blogginum vísir hon og greiðir frá ymiskum um garn, uppskriftir og binding. Nú tað kann gerast ein avbjóðing at fáa fatur á einari góðari bók, hava vit biðið Vónbjørt Vang, sum er leiðari á Býarbókasavninum í Havn, um at viðmæla nakrar góðar bøkur, sum kunnu lænast talgilt. Hetta merkir, at bøkurnar antin kunnu lænast sum ljóðbók, har tú fært bókina lisna upp, ella sum e bók, har tú kanst lesa bókina á einum skíggja. Vónbjørt deildi bøkurnar upp í trý torleikastig, soleiðis at okkurt er fyri øll. Bókanøvnini eru leinki inn í eReolen.dk, har til ber at læna bøkurnar. Høgt torleikastig Lykke Per Henrik Pontoppidan Anna Karenina Lev Tolstoj Tørvar tær eitt brúkaranavn og loyniorð til skipanina, so ber til at skriva til bbs bbs,fo, og fáa hjálp frá Býarbókasavninum. Gestir Brynhild Thomsen, kunningarfólk, Magni Mohr, prorektari á Fróðskaparsetrinum, Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur og Jóhann L Lützen, stjóri á Norðlýsinum. Talan er um Vækstfonden og Eksportkreditfonden. BankNordik skrivar um Vækstfonden, at hann veitir trygd fyri lánum ella kredittum í peningastovnum. Fyritøkur kunnu fáa hjálp frá Vækstfonden, um tær hava staðfest ella vænta at staðfesta í minsta lagi 30 prosent í mistum umsetningini frá 1. mars til 30. mars. Orsøkin skal vera korona. Tiltøkini hjá Eksportkreditfonden eru framvegis ikki komin í gildi. Tí sambært reglunum um ríkisstuðul skal ES nevndin góðkenna tiltøkini fyrst. Eksportkreditfonden gevur smáum og miðalstórum útflutningsfyritøkum gjaldføriskautión. Tær kunnu tí taka lán til gjaldførið, tí Eksportkreditfonden veitir trygd. Hetta skal gera tað lættari hjá útflutningsfyritøkum at fáa endurtrygging fyri skuld hjá viðskiftafólkum í OECD londum, eitt nú í londum í Evropa. Nú skal ljós varpast á myrkatølini við koronavirusinum í Føroyum. Tað ætlar Pál Weihe, yvirlækni, sum kundi hugsað sær, at kanna myrkatølini. Tað er týdningarmikið at kenna myrkatølini, so vit hava betri møguleika at vita, hvussu nógv veruliga eru smittað, og hvat er í væntu, sigur Pál Weihe. Ætlanin er at máta andevni í fólki, fyri at vita hvussu nógv veruliga hava verið smittað við korona. Páll Weihe sigur, at tað er best at fara í holt við verkætlanina, tá ið smittan hevur lagt seg umleið í juli mánað. Umframt Pál Weihe eru Landssjúkrahúsið, landslæknin, Heilsufrøðiliga Starvsstovan, Fróðskaparsetrið, og Deildin fyri Arbeiðs og Almannaheilsu við í verkætlanini. Enn er fígging til verkætlanina ikki fingin til vega. Pál Weihe, yvirlækni, væntar, at verkætlanin fer at kosta umleið eina millión krónur. Tað upplýsir Rúni Vang Poulsen, stjóri í Smyril Line, fyri Kringvarpinum. Norr na kom á Havnina úr Danmark sunnudagin, og síðan tá hevur hon ligið við kai. So leingi eingin ferðafólkaflutningur er, verður støða tikin til hvørja viku, um neyðugt er at brúka Norr nu til farmaflutning, sigur Rúni Vang Poulsen. Og tað hevur ikki verið neyðugt hesa vikuna. Í staðin hava farmaskipini Hvítanes og Akranes tikið tann farmin, ið skuldi umborð á Norr nu. Virksemið hevur kortini verið umborð á Norr nu hesa vikuna. Ymiskt viðlíkahaldsarbeiði hevur verið gjørt umborð, sigur Rúni Vang Poulsen. Fólkapensjónistar fáa nú eisini sjúkradagpengar og lønarískoyti sum aðrir løntakarar, men tey fáa bara helvtina av tí, sum onnur fáa. Tað gera tey, tí tey fáa fólkapensjón og samhaldsfasta. Fólkapensjónistar fáa í mesta lagi 58 krónur um tíman í lønarískoyti. Als umsitur skipanina og leggur pengarnar út, men fær teir aftur úr landskassanum. Tað at smakka whisky snýr seg um at samskifta og at deila minnir, heldur Rúni Nielsen, whiskyfjeppari. Hóast tað í hesum tíðum ikki ber til at hittast fysiskt, hvat sjálvandi er hugnaligari, ber væl til at hava whiskysmakking á netinum. Ger man ger tað møguligt at síggja hvønn annan og at práta saman, meðan man smakkar, ja, so eru lunnarnir lagdir fyri eini væl eydnaðari whiskysmakking, heldur Rúni. Ein fyritreyt er tó, at luttakararnir fáa smakkiroyndir útflýggjaðar frá fyriskiparunum, tí talan er ofta um forkunnugt whisky, sum ikki fæst í Rúsuni, tá feløgini EInmalt og Norðmalt skipa fyri smakkingum. Rúni Nielsen var telefongestur í vikuskiftissendingini Vikuskiftissendingin hevur ringt til Joe Pizza í Hvalvík og spurt tey, um tey kundu havt áhuga í at brúka tænastuna at koyra pizza út, sum almenna partafelagið Posta nú bjóðar. Anja Johansen, sum umsitir Joe Pizza, sigur, at tey í verandi løtu ikki hava gjørt nakra avtaku við Posta, men hon leggur afturat, at tað ikki er óhugsandi, at tey kundu fingið brúk fyri tænastuni. Í løtuni koyra tey sjálv pizza út í Hvalvík ókeypis. Er talan um longri tein, til dømis í aðrar bygdir, taka vit eitt gjald fyri tað, sigur Anja. Vikuskiftissendingin hevur eisini verið í sambandi við Posta, sum ikki vil úttala seg í Kringvarpinum, men vit kunnu endurgeva Arinu Bischoff, søluleiðara hjá Posta, sum í stuttari sigur, at Posta bert hevur gjørt avtalu við ein kunda, og tað er Gist og Vist í Havn. Posta hevur altso ikki ætlan um at bera pizza út uttanfyri Havnina. Fjallasúkklufelagið hevur funnið eina loysn uppá at skipa fyri kappingum, nú korona herjar. Tað snýr seg um, at luttakararnir súkkla hvør sær, meðan teir hava eina app við sær, sum eitur Strava . Hendan appin skrásetir so tíðina, man brúkar um teinin, man súkklar. Helgi Winther Olsen, formaður í Fjallasúkklufelagnum, var telefongestur í vikuskiftissendingini Hóast tilmælini hjá myndugleikunum eru, at fólk, sum koma til Føroyar úr øðrum londum skulu vera í sóttarhaldi í tvær vikur er hetta ikki galdandi fyri teir norðmenn sum 14. hvønn dag koma til landið at arbeiða fyri NCC. Mannagongdir eru gjørdar, sum felagið hevur samskift við heilsumyndugleikarnar um, sigur Teitur Samuelsen, stjóri í partafelagnum Eysturoyar og Sandoyartunlar. Teitur Samuelsen segði annars tann 19. mars við útvarpið at ferðin fór at vera sett niður á tunnilsarbeiðinum, tí reglur fyri ferðing og sóttharhald forðaðu fyri at arbeiðið kundi fara fram sum vant. Hann sigur tó, at tað ikki er ólógligt, og at sóttarhald er eitt tilmæli, sum fyritøkurnar sjálvar avgera um tær fylgja ella ikki. Á tíðindafundi fyrrapartin varð hjálparpakki tvey lagdur fram. Endamálið við hesum pakkanum er serliga at styrkja vinnulívið, sigur landsstýrið. Andstøðan sigur tað verða neyðugt við einum hjálparpakka, men allir flokkar siga, at broytingar skulu gerast í mun til framløguna hjá landsstýrinum í dag Stjórin í ferðavinnuskrivstovuni 62 Norður sigur, at bróðurparturin av inntøkunum í ár, eru mistar. Og nú rópar forkvinnan í Ferðavinnufelagnum varskó, tí tí eingin hjálp var at heinta hjá teimum í nýggja hjálparpakkanum. Fyrsti hjálparpakkin var til størru fyritøkurnar, meðan hesin var ætlaður til tær smáu. Og so er tað Atlantsflog, sum skal hava eina serskipan, um tað stendur til samgonguna Ítrótturin verður nú eisini partur av hjálparpakkanum hjá landsstýrinum. Bæði ítróttarfólk og venjarar kunnu fáa stuðul úr serskipanini hjá ALS, tó í mesta lagi tað, sum tey annars fáa í løn sambært sáttmálanum við ítróttarfelagið Ein familja av Viðareiði situr nú við skegginum í postkassanum. Ferðin av Viðareiði til Miðamerika er avlýst, men endurgjaldið er ikki í eygsjón Tað eru nú í alt 181 føroyingar, ið hava fingið staðfest koronasmittuna. Hetta byggir á í alt 4800 kanningarúrslit. Úrslitini fyri fýra kanningar, ið vórðu gjørdar í gjár, verða greinað seinni í dag. 93 føroyingar eru staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest koronasmittuna. 88 føroyingar eru í løtuni sjúkir av koronasmittuni. Tað eru sostatt fleiri av teimum smittaðu føroyingunum, sum eru staðfestir frískir í løtuni, enn sjúkir. Ætlanin hjá kommununi var at hava arbeiðsfundir við borgarar og onnur, ið vanliga eru í økinum. Hesir fundirnir vórðu tó avlýstir vegna serligu umstøðunum við koronasmittuni. Verkætlanin heldur fram kortini, og tí hevur kommunan fyrireikað eina talgilda kanning, har ein kann koma við viðmerkingum til hvussu umstøðurnar á Karlamagnusarbreyt kunnu betrast. Eitt nú kunnu borgarar siga sína hugsan um parkeringsviðurskifti, ferðslutrygd og trivna. Harafturat arbeiðir kommunan eisini við at skipa øki við Hoyvíkar kirkju og ítróttarøkið við Hoyvíkshøll. Sambært Tórshavnar Kommunu eru tað longu komnar áleið 150 talgildar viðmerkingar, men enn er møguleiki fyri at siga sína hugsan. Á heimasíðuni torshavn.fo er eitt leinki til talgildu kanningina. Vit hava funnið upptøkur frá konsertini í útvarpssavninum. Upptøkurnar vórðu gjørdar til íslendskt útvarp, sum sendi beinleiðis men tær eru aldrin sendar í Føroyum. Undanfarni formaðurin Jeremy Corbyn, kunngjørdi eftir ósigurin á bretska valinum í desember í fjør, at hann fór at leggja frá sær sum formaður fyri Labourflokkin. Nú er so greitt at tað er Keir Starmer, sum er nýggjur formaður í flokkinum. Hann fekk 56,2 av atkvøðunum. Keir Starmer segði í dag við bretsku tíðindastovuna BBC, at hann fer á fund við bretska forsætisráðharran, Boris Johnson, í næstu viku. Teir skulu á fundinum kjakast um koronakreppuna, og hvussu Bretland sum frægast kann koma burturúr kreppuni. Manningin umborð á Magnusi Heinasyni fekk nógva hýsu í trolið á landgrunninum, men nøgdin á toski var munandi minni enn um sama tíðarskeið í fjør. Ein orsøk til hetta kann vera, at toskurin var seinur á veg til gýting, og tí ikki hevði savnað seg enn á vanligu gýtingarøkjunum. Tað sigur Havstovan. Toskurin, sum kom í trolið hjá Magnusi Heinasyni, var somuleiðis sera rak í mun til onnur ár. Helst tí at lítið av nebbasild hevur verið í longri tíð. Havstovan gjørdi eisini vár yvirlitstrolingar á Føroyabanka í mars mánaði. Tær bendu á, at har var toskurin við at koma fyri seg aftur. Søguliga lítil toskur hevur annars verið á Føroyabanka síðani 2006. Tí varð Føroyabanki friðaður fyri fiskiskap í 2009. Tað er ein jalig gongd, at meira av toski aftur sæst á Føroyabanka, men Havstovan sigur, at fleiri kanningar skulu til áðrenn Føroyabanki verður latin uppaftur til fiskiskap. Funksjon spældi til ársins FMA og vóru eisini tilnevnd til ársins nýggja navn. Bólkurin hevur síðan verið í studio saman við Hans Poulsen framleiðara, og er nú ávegis við nýggjari útgávu, sum vit fáa ein forsmakk uppá í kvøld. AV Lux framleiðir konsertina, ið verður samsend við KVF beinleiðis av Reinsaríinum í Havn. Aðrir sangir frá útgávuni hava eisini verið nógv spældir í Norra Fire pils og en pizza, Æ like ikke, Va de du Jesus, og Levva livet. Stílurin er eitt bland av rokki, poppi, og fólkatónleiki. Innihaldsliga er útgávan merkt av kalda krígnum. Eisini eru kærleikssangir við, og harafturat ein, ið umrøður ættarbólkin romair sigoynarar, sum ge Aleksandersen er skyldur við. Í 1984 var ge Aleksandersen eitt hampiliga kent navn í Norra, men Levva livet gjørdi hann til fólkaogn , hetta var hansara Midt om natten , um vit samanbera við Kim Larsen. Lív hansara kollveltist. Í sendingini hoyra vit tónleik fyri klarinettkvartett eftir Pierre Max Dubois, Terrence Thompson, Graham Fitkin og Astor Piazzolla. Eingin føroyingur hevur fingið staðfest Koronasjúkuna seinasta samdøgrið. Tað skrivar corona.fo. Tað er fyrstu ferð síðani 12.mars 2020, at eingin persónur er staðfestur smittaður. 90 fólk blivu kannað fyri Korona í gjár, og eru samlaða talið av kanningunum nú 4890. Samstundis verður boðað frá, at talið av frískum nú er 99. Tað eru seks fleiri enn í gjár. Tilsamans hava 181 føroyingar fingið staðfest sjúkuna, men eru tey nú 82, ið enn eru sjúk. Tað er lægsta talið av sjúkum síðan 18. mars, tá 75 fólk vóru smittaði. Ein persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya við Korona. Tað er ein færri enn í gjár. Fulgfjarðar kommuna og Sjóvar kommuna boða nú frá, at kommunurnar ikki fara at krevja ansingargjald frá bogarum, meðan dagstovnarnir hava stongt vegna Korona. Sostatt leggjast tær aftrat teimum kommunum, ið hava valt hendan leistin. Tað eru nakrar vikur síðan, at fyrstu kommunurnar boðaðu frá, at borgarar sluppu undan hesum gjaldinum. Men summar kommunur, harímillum Sjóvar kommuna, ynsktu at Kommunufelagið kom við eini felags støðu um gjaldið. Men nú tað er greitt, at eingin slík útmelding kemur, hevur kommunan samtykt, at einki gjald verður kravt fyri barnaansing so leingi serligu tiltøkini í samband við Covid 19 standa við. Samtyktin er galdandi til 13. apríl. Um nýggj boð koma um tiltøk í samband við Covid 19, verður málið tikið uppaftur. Avmarkaða talið av nýggjum sjúkum síðstu vikuna bendir á, at tamarhald er á Korona sjúkuni. Tað sigur Lars Fodgaard Møller, landslænki, nú eingin persónur er smittaður síðstu døgnið. Vit halda í løtuni, at tamarhald er á støðuni. Vit kenna ikki til nøkur myrkatøl, og vit hava ongar nýggjar tilburðir, sum koma óvart á okkum. Talan er alt um fólk, ið vit hava á ein ellan annan hátt vita hvussu tey eru smittað. So vit kenna smittuketurnar, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni. Og tað, at heilsumyndugleikarnir kenna smittuketurnar, er ein ábending um, at tað møguliga hevur eydnast at steðga farsóttini, ið byrjaði at gera um seg her á landi fyri nøkrum vikum síðan, sigur landslæknin. Tað vísir í øllum førum, at eingin aktiv smittuspjaðing er í føroyskum samfelagnum í løtuni. Kanska er farsóttin, ið vit høvdu miðskeiðis í mars, um at doyggja, sigur Lars Fodgaard Møller. Landsstýrið skal í vikuni taka støðu til, um tíðin er búgvin at lata partar av samfelagnum upp aftur. Og sambært landslæknanum eru fortreytirnar til staðar, men mælir hann kortini til varsemi. Í løtuni eru umstøðurnar fyri tí, tí so fá nýggj verða smittað. Síðstu seks dagarnar hevur tað í mesta lagi verið fýra nýggj smittaði innan eitt døgn. So beint nú er møguleiki fyri at lata upp í samfelagnum, men tað má gerast spakuligt, so vit kunnu fylgja gongdini. Tí fylgjurnar av at lata samfelagið upp síggja vit fyrsr um átta dagar. Tað er fyrst tá vit síggja, um tað verða fleiri smittaði, sigur landslæknin. Hóast føroyska og danska heilsuverkið vanliga arbeiða tætt saman, so er tað ymiskt hvussu tey royna at vinna á Koronasjúkuni. Meðan man í Danmark roynir at uppbyggja eitt mótstøðuføri í fólkinum móti Koronasjúkuni, verður í Føroyum roynt at beina fyri sjúkuni. Um vit kunnu halda farsóttini burtur frá Føroyum, so forða vit fyri fleiri innleggingum, einum sjúkraúsverkið, sum ikki megnar trýstið, og at fleiri fólk doyggja, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni. Landslæknin ásannar kortini, at føroyska strategiin merkir, at einki mótstøðuføri verður uppbygt í fólkinum. Strategiin her í Føroyum ger, at vit ikki uppbyggja eitt mótstøðuføri í fólkinum, men afturfyri forða vit fyri, at fleiri verða sjúk, innløgd og doyggja. Tað kunnu vit gera leingi aftrat, og inntil vit hava ein trygga vaksinu ella eina effektiva viðgerð móti sjúkuni, sigur hann. Í løtuni eru 504 danskarar innlagdir við Korona. Harav fáa 144 intensiva viðgerð, meðan 107 eru í respirator. 179 danskarar eru deyðir av Korona sjúkuni. Í Føroyum er ein persónur innlagdur við Korona og eingin er deyður. Tað er munandi friðarligari á flogvøllinum í hesum døgum enn tað vanliga plagar at vera um páskini. Korona farsóttin hevur nevniliga steðga meginpartin av flogferðsluni í heiminum. Og tað merkist eisini hjá Atlantic Airways, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri. Vit hava sjálvandi hugt eftir tølunum. Tey kunnu als ikki samanberast. Tí vit hava vanliga kanska eini tretivu flogfør, ið koma til Føroyar, og tretivu, ið fara úr Føroyum. Nú hava vit trý, og tey trý eru als ikki full. So hetta eru heilt, heilt onnur tøl, ið vit tosa um nú, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways. Stjórin í Atlantic Airways upplýsir eisini, at tey flestu sum flúgva millum londini í hesum døgum eru heilsustarvsfólk, sjúklingar og arbeiðsfólk. Norðmenn síggja nú eisini møguleikar í at brúka útgerð sum hevur verið brúkt til at gera ILAroyndir av laksi í stríðnum ímóti Korona smittuni. NRK skrivar í dag, at ILA dna royndirnar kunnu nýtast til at gera Korona royndir, og vísir millum annað til royndirnar úr Føroyum. Noreg hevur gjørt lutfalsliga nógvar royndir samanborið við eitt nú Danmark, men talið av royndum er nú lækkandi. Fáa norsku heilsumyndugleikarnir hjálp frá fiskaídnaðinum ber til at gera 6 7000 royndir um dagin, sigur Jørn Ulheim, Stjóri í fyritøkuni PatoGen, við NRK. Útlit eru eisini til, at danir fara at gera fleiri royndir Danmarks Tekniske Universitet boðar í dag frá, at tey skjótt eru klár við eini nýggjari roynd, sum kann hava svar uppá Koronasmittu innan ein hálvan tíma. Eydnast verkætlanin kann Danmark gera um eina mánað 10.000 royndir um dagin sigur Anders Wolff proffesari á DTU við Politiken. Danmark ger í løtuni umleið 5000 royndir um dagin. Av tí at eftirspurningurin eftir spritti er stórur, eru tað handlar og fyritøkur, sum ikki fáa bílagt vanligt hondspritt í hesum døgum og tí verða onnur evni brúkt. Fyritøkan NowoCoat hevur síðan koronasmittan byrjaði marknaðarført fimm liturs dunkar av sóttreinsandi evni, at hava somu ávirkan sum hondspritt. Men nú verður ávarað ímóti evninum tað kann ikki nýtast til at sóttreinsa húð, sigur Niels Højby, sum hevur verið leiðanid yvirlækni á Ríkissjúkrahúsinum sambært fleiri donskum miðlum. Vøran er millum annað seld til kommunur og matvøruhandlar í Danmark. Har hava dunkarnir verið settir upp í durinum til kundarnar at nýta sum hondspritt. Umhvørvismálaráðið í Danmark hevur givið boð um, at NowoCoat alt fyri eitt skal gevast við at marknaðarføra sóttreinsandi evni sum hondspritt, og kalla vøruna aftur úr øllum handlum. Hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni í Føroyum hava tey ikki eftirlit við tílíkum vørum sum hondspritt og sóttreinsandi evnum, og tey hava heldur ikki heimild til at kalla vørur aftur. Malan Nicolinudóttir Mikkelsen, leiðari á matvørudeildini hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, sigur, at tey fara kortini at seta seg í samband við viðskiftafólk teirra, fyri at kunna tey um støðuna. Í alt 40 mans koma úr Noreg hvønn 14. dag at arbeiða í tunlum 10 arbeiða í Hvalbiartunnlinum og 30 í Eysturoyar og Sandoyartunnlunum. Tað koma javnan heilsustarvsfólk til landið, sum fara beint inn á sjúkrahúsini at arbeiða tað kann eitt nú vera ein narkosulækni ella annað slag av serlæknafrøði. Tað er neyðugt, skulu vit halda heilsuverkinum gangandi, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. Trupulleikin er tó, at tá læknarnir skulu aftur til Danmarkar skulu tey í sóttarhald. Tað kann hava við sær, at tey ikki vilja koma til Føroya, sigur landsstýrismaðurin. Tí verður hetta broytt, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, sum hevur tosað við danskar myndugleikar um at broyta mannagongdir. Korona er ein smeitur fyri flest allar vinnuligar fyritøkur og tá er gott at fáa rætta hugskotið so tað besta fæst burturúr støðuni. Elisa Heinesen er sniðgevi og hevur búð og arbeitt í London síðani 1995. Í løtuni er alt virksemið niðurlagt men so fekk hon hugskotið at framleiða og sniðgeva maskur í øllum alskyns litum. Maskurnar eru vælumtóktar og verða seldar so hvørt tær eru framleiddar. Maskurnar bjóða vernd og okkurt sum er vakrari at hyggja uppá enn tað, sum sæst í gøtunum í London í løtuni, sigur Elisa Heinesen. Hetta verður gjørt fyri at hjálpa vinnulívinum. Býráðið hevur fund í kvøld, har ætlanin er at játta fimm milliónir krónur til fótbóltsvøllirnar í Gundadali. Uppskotið um eykajáttan, sum nú er í tinginum, kostar 96,5 milliónir krónur. Biðið verður um 81,5 milliónir til at geva fyritøkum endurgjald. Og løgtingið er biðið um 15 milliónir krónur til lønarískoyti til fólkapensjónistar. Als leggur pengarnar út og fær teir so aftur úr landskassanum, tí fólkapensjónistar eru ikki í Als. Í mars játtaði Fíggjarnevndin 2,1 millión. 1,7 milliónir krónur eru til gisting og vistarhald og 600.000 krónur til organisering, serfrøði, serligan flutning og annað. Men seinasta orðið er ikki sagt enn. Fíggjarmálaráðið sigur, at so skjótt sum til ber at gera nøktandi meting um meirrútreiðslurnar, koma uppskot um eykajáttanir í løgtingið. Atlantic Airways fer at fáa 12 milliónir krónur úr landskassanum, tá nýggja afturberingarskipanin, sum landsstýrið hevur lagt fyri løgtingið, er farin at virka. Og hon skal virka frá tí degi, hon varð løgd fram. Tað var leygardagin. Men fyrsta viðgerð hevur ikki verið enn. Tingfólk, serliga tey í andstøðuni, vilja hava góðar stundir til at viðgera hetta uppskotið. Uppskotið er, at flogfeløg, sum eru skrásett í Føroyum, fáa 35 prosent aftur av lønunum, sum flogskiparar, stýrimenn og flogternur í flogførum og tyrlum, fáa. Fíggjarmálráðið roknar við, at hesi fólk fáa 35 milliónir krónur í lønum og rinda 14 milliónir í skatti. Landið hevur tí tvær milliónir krónur eftir av skattinum. Kommunurnar missa tó einki, tí landið ber allan kostnaðin. Fíggjarmálaráðið sigur, at uppskotið er ikki nýtt, tí sambært samgonguskjalinum skal FAS líknandi skipan fyri flogfeløg kannast. Skipanin, sum nú kemur, er bæði fyri føroysk og útlendsk feløg, sum eru fult skattskyldug í Føroyum. Norðurlendsk flogfeløg eru skrásett í lágskattalondum, serliga í Írlandi. Næstu árini verða tað individuellar loysnir, og í tí sambandi verður neyðugt hjá heilsuverkinum at brúka fleiri upplýsingar um hvørt einstakt menniskja. Tað vóru fleiri, sum spurdu, hví eg ikki gjørdi okkurt stuttligt við herming, sum ung fólk eisini skilja. Eg mátti hugsa meg leingi um hvat tað kundi vera, og í hesum døgum er tíð til at hugsa. Tað greiðir Heri Simonsen frá, sum saman við bróðursoninum hevur gjørt eitt video, har 16 dialektir í Føroyum á enskum reypa um ferðamálini, ið eru í teirra øki. Millum annað forðar lógin ikki fyri, at fólk kunnu fáa 40.000 krónur frá Als. Tey kunnu fáa 20.000 krónur í lønarískoyti og 20.000 krónur sum sjálvstøðugt vinnurekandi. Hesi vinnurekandi kunnu eisini fáa fult útgjald, hóast tey ikki missa inntøku. Lagt verður ikki upp fyri inntøkuni hjá tí sjálvstøðuga vinnurekandi. Dømi er um, at Als hevur fingið umsókn um fullan stuðul frá einum sjálvstøðugum vinnurekandi, sum upplýsir, at vinnuvirksemið er høvuðsvinna hansara. Inntøkan seinastu 12 mánaðirnar var 13.500 krónur. Við galdandi reglum hevur viðkomandi rætt til 20.000 krónur um mánaðin úr stuðulsskipanini. Felagið hevur verið á fundi við vinnunevndina, har tey gjørdu greitt, at av tí, at tað eru nógvar avlýsingar, og at hjálparpakki 2 ikki er nóg mikið, má ein serligur hjálparpakki til ferðavinnuna gerast. 2020 skuldi verða árið, har ferðavinnan væntaði 200.000 yvirnáttingar, 1 milliard í umsetningni og methøgt starvsfólkatal, men tað klára vit als ikki, sigur Henny á Líknagøtu, forkvinna í Ferðavinnufelagnum. Samtakið Gist og Vist, sum hevði 12 milliónir krónur í vinningi í fjør, fer við hetta lag at hava slakar 19 milliónir krónur í halli í ár. Tað sigur stjórin, Johannes Jensen, í brævi til Vinnunevndina hjá løgtinginum. Hann mælir til, at studningurin í hjálparpakka tvey, verður latin hvørjum rakstrarstað og ikki bara til sjálvt samtakið. Gist og Vist hevur nógv rakstrarstøð, matstovur og gistingarhús. Umsetningurin hjá samtakinum er farin úr 15 milliónum um mánaðin niður í 1,3 milliónir krónur um mánaðin. Tá eru við inntøkurnar fyri fólk, sum eru í sóttarhaldi á hotellum hjá Gist og Vist. Føstu útreiðslurnar eru tær somu, 3,5 milliónir krónur um mánaðin. Av teimum 209 starvsfólkunum eru bara 19 eftir. Johannes Jensen sigur eisini, at frá 17. mars til 31. mars misti Gist og Vist 4.461 gistingarsnætur. Heitt verður á løgtingið um at tillaga hjálparpakka tvey, so hann eisini kann brúkast til Gist og Vist, soleiðis at hvørt rakstrarstað fær stuðul. Løgreglan fer hvørki at kanna Landsverk og starvsfólk hjá Landsverki í málinum, har Heðin Mortensen, fyrrverandi landsstýrismaður í samferðslumálum, meldaði stovnin og starvsfólk fyri embætismisnýtslu í sambandi við Glasirbyggingina og H bygningin á Landssjúkrahúsinum. Tað boðar fútin frá í dag. Fútin metur ikki, at grundarlag er fyri at fara undir kanningar í málinum, tí ongin grundaður mistanki er um, at nakað revsivert er farið fram. Fútin grundgevur millum annað við at siga, hóast leiðireglurnar fyri bókhaldi í SEYF skipanini og fíggjarstýringsskjalinum ikki vórðu fylgdar, so var hetta ikki í sær sjálvum ein revsiverd embætismisnýtsla. Fútin sigur eisini, at tað er við í metingini, at Samferðslumálaráðið longu í 2015 var vitandi um trupulleikar í samband við byggiverkætlanina í Marknagili. Fútin sigur tó, at hóast ákæruvaldið ikki reisur ákæru, kann Fíggjarmálaráðið, sum nú umsitur Landsverk, leggja málið um endurgjald fyri í Føroya Rætti. Tað var 20. mai í fjør, at táverandi landsstýrismaður í samferðslumálum, Heðin Mortensen, bað løgregluna kanna, um embætismisnýtsla var farin fram í sambandi við byggiverkætlanirnar í Marknagili og á Landssjúkrahúsinum. Í hesi sending, sum er 2. umfar í sendingini um Suðurstreym stendur kappingin um hvør skal møta vinnaranum seinast, Sverra Trónd Hansen, í finaluni. Jens Mohr gjørdist vinnari í hesum umfari. 92 ára gamla Óluva Dalsenni í Klaksvík skýggjar koronasmittuna og tí er hon bara innandura. Hon samskiftir við familjuna á Ipaddinum. Fyri nøkrum døgum síðani fekk hon eitt langommubarn afturat, men higartil hevur hon bara sæð lítla dreingin á Ipaddinum. Óluva hevur búð einsamøll í nógv ár og keðir seg ikki eina løtu. Hóast fleiri dagar eru síðani flakatrolarin Gadus kom á Klaksvík úr Barentshavinum, noyðast hjúnini Elsubeth og Eli Pousen at tosa saman í telefon og at vinka til hvørt annað, hóast fáir metrar eru millum arbeiðsplássini. Manningin hevur sjálv landað skipið, tí fólk úr landi sleppa ikki umborð. Og strongu koronatiltøkini gera at Eli, sum er teknikari og hevur nógvar ymsar uppgávur umborð, má gera seg fullkomiliga lidnan, áðrenn hann kemur í land. Elsubeth er stjóri á frystihúsinum Northern Fish Cold Storage, ið hevur tikið ímóti veiðuni hjá Gadusi. Nú gleða tey seg nógv til Eli kemur í land í morginári. Ólavur Biskopstø, sum verður skipari við Gadusi komandi túr, hevur givið manningini boð um at taka øll fyrivarni. Nú teir fara avstað í morgin, hava allir verið í sóttarhaldi í einar 14 dagar. Ólavur sigur, at allir hava tikið støðuna í stórum álvara og hann hevur fingið nógvar spurningar frá teimum. Nú vóna teir og biðja eftir, at koronasmittan ikki tekur seg upp umborð. Hendir tað, veit Ólavur ikki hvat so hendir. Kendi fótbóltsleikarin Rannvá Biskipstø Andreasen hevur havt koronasjúkuna, og í tríggjar dagar lá hon á koronadeildini á Landssjúkrahúsinum. Men nú er hon frísk, hóast hon enn ikki orkar tað sama sum frammanundan. Rannvá mælir fólki til at halda ráðini frá myndugleikunum og hon harmast um at hoyra, at summi ikki halda sóttarhaldið. Tað heldur hon vera skammiliga sjálvsøkið, tí tað kann vera ógviliga vandamikið fyri onnur. Ásla Heinesen í Haraldssundi er 93 ára gomul og hon keðir seg ikki eina løtu, hóast hon nú er einsamøll allan dagin. Men hon skilir ikki hvussu alt kann broytast so skjótt. Í sínum langa lívi hevur hon ikki upplivað nakað líknandi sum hesa koronastøðuna. Ásla sigur, at einki fólk sæst uttandura í Haraldssundi, og sum støðan er støkkur eingin inn á gólvið hjá hvørjum øðrum. Skúlastjórin á Skúlatrøð í Klaksvík, Vagn Foldbo, er nøgdur við gongdina í heimaundirvísingini. Gjøgnum telduna fáa allir næmingar sín heimasetning frá læraranum og so er tað annars sum vanligt heimaarbeiði, har foreldrini viðhvørt mugu koyra undir næmingarnar. Hann sigur, at við hesum arbeiðsháttinum ger skúlin sær nýggjar royndir, sum í ein ávísan mun fara at broyta frálæruna í framtíðini. Skúlastjórin í Klaksvík býr í Leirvík, har vit hitta hann. Hvíldarheimið Naina í Havn hevur í hesum døgum eina heilt øðrvísi uppgávu. Nú er tað sóttarhald. Um hálvan mars fóru búfólkini, sum tá vóru á Hvíldarheiminum, heim og so bleiv heimið gjørt klárt til sóttarhald. Birna Joensen, leiðari á Hvíldarheiminum, sigur, at vanliga er móttøkan tað týdningarmesta, so búfólkini eru trygg. Nú er alt vent á høvdið, tí starvsfólkið kemur ikki í samband við tey í sóttarhaldi, sum skulu halda seg á kamarinum. Samskiftið við tey gongur umvegis leiðaran, ið so gevur boðini víðari til starvsfólkið. Mouritz Mohr, stjóri á Mest, fekk koronasmittuna og smittaði onnur starvsfólk í fyritøkuni. Sjálvur er hann komin fyri seg aftur, men hetta hevur ávirkað eini hálvthundrað fólk á Mest, tí 11 fólk hava fingið smittuna, umframt at nógv fóru í sóttarhald. Hann heldur seg vera smittaðan í Vestmannaoyggjum, har nógv hava verið verið sjúk síðani. Mouritz rósar landslæknanum og hansara fólki, sum regluliga ringdu fyri at frætta hvussu tað gekk. Í fráboðanini stendur, at Stýrið fyri Sjúklingatrygd framvegis fer at taka sær av virkseminum hjá landslæknanum í Føroyum, og harvið eisini týdningarmiklu uppgávunum, sum hava við COVID 19 farsóttina at gera. Heldur enn at senda fólk í ALS, mælir Landsverk til, at pengar verða játtaðir til Landsverk, so fara kann undir viðlíkahald at landsvegum og almennum bygningum. Hetta hevði beinan vegin skapt virksemi í samfelagnum, sigur stjórin. Myndugleikarnir í Føroyum hava valt at halda koronasmittuni heilt burtur, tí skulu vit vænta, at ávís tiltøk fara at vara leingi, heldur Pál Weihe, yvirlækni. Danmark, sum hevur valt ein annan leist, har nøkur verða smittað í senn, hevur strong tiltøk heilt til í september í ár. Tí er tað sannlíkt, at føroysku tiltøkini fara at vara leinki. Stuðulin til fastar útreiðslur hjá fyritøkum verður stigvísur, og lágmarkið er 40 prosent afturgongd. Fyritøkur, sum hava fleiri rakstrarstøð, so sum Gist og Vist, fáa pengar til hvørt rakstrarstað. Fyritøkur, sum klára seg sjálvar, fáa ongan stuðul. Vinnunevndin hjá løgtinginum mælti til, at innlit verður í skipanina, so almenningurin veit, hvør fær stuðul. Stuðulin verður stigvísur. Tær fyritøkur, sum missa 60 til 100 prosent, fáa 75 prosent aftur. Er afturgongdin 40 til 60 prosent, verður stuðulin 50 prosent. Stuðulin er í mesta lagi 80.000 krónur um mánaðin. Nýggjar fyritøkur, sum ikki hava annan ársfjórðing í fjør at samanbera við, fáa eisini stuðul. Stuðul verður ikki latin til fastar útreiðslur, sum eru minni enn 6.000 krónur um mánaðin. Boris Johnson varð smittaður við koronavirus 27. mars, men hann versnaði sunnukvøldið, og í gjár gjørdist støðan uppaftur verri, og tí varð neyðugt at flyta hann á intesiva deild, sambært DR. Higartil hevur Boris Johnson røkt starvið sum forsætisráðharri, hóast hann hevur verið sjúkur, men í gjárkvøldið tók uttanríkisráðharrin, Dominic Raab, fyribils við sum forsætisráðharri í Bretlandi. Dominic Raab sigur við BBC, at Boris Johnson fær viðgerð, og at hann skal syrgja fyri, at tað, sum stjórnin hevur sett út í kortið um koronasmittuna, verður framt í verki. Tað eru nógvar atfinningar ímóti bretski stjórnini, og háttinum sum hevur verið nýttur at basa koronasmittuni. Ført verður fram, at stjórnin bíðaði alt ov leingi við at seta neyðug tiltøk í verk. Mentanarnevndin hjá løgtinginum hevur biðið landsstýrismannin um sum skjótast at koma við greiðum mannagongdum og kunning um próvtøkurnar. Lógin, sum løgtingið samtykti í gjár, fer úr gildi aftur 1. oktober í ár. Landsstýrismaðurin kann við heimildini, sum hann fekk í gjár, strika próvtøkurnar, og í staðin seta ársmet inn sum próvtøkumet. Viðvíkjandi miðnámsskúlum er umráðandi, at næmingarnir í teimum verða javnsettir við næmingarnar í grannalondunum, so møguleikarnir fyri at lesa víðari ikki fara fyri skeytið. Mentanarnevndin nevnir møguleikan at hava munnligar próvtøkur í talgildum miðlum. Sveinaroyndir eru ikki við í lógini. Mentanarnevndin heitir tí á landsstýrismannin at fáa greiðu á hesum. Nú hava tilsamans 3.005 fólk í Føroyum fingið játtað serliga lønarískoytið frá Arbeiðsloysisskipanini, vísa nýggjastu tølini í morgun. Í løtuni hava 1.521 kvinnur fingið játtað serliga lønarískoytið frá Arbeiðsloysisskipanini, meðan talið fyri menninar er tilsamans 1.484. 344 fólk í Føroyum fáa nú arbeiðsloysistuðul. Tey vóru 278 í farna mánað. Lønarískoytið fyri tíðarskeiðið frá 23. mars til 5. apríl verður goldið í dag, . Arbeiðsloysisstuðulin verður goldin 15. apríl. Lønarískoytið verður goldið tvær ferðir um vikuna, so hvørt, sum umsóknirnar verða skrásettar. Eitt borðhald er ein demokratisk prosess at øll blíva hoyrd og at øll sleppa við, og tað avspeglar okkara civilisatión, sigur Gutti Wihter Hann leggur afturat, at sjálvt um vit ikki sleppa at gera sum vit plaga, so ber væl til at gera okkurt burturúr heima, tá tað snýr seg um máltíðina. Eg havi tosað við fólk, sum spæla matstovu heima. Tey flyta borðið eitt annað stað í húsinum og so hampa tey seg, sum skuldu tey út, bara fyri at fáa kensluna av at okkurt sker, og tað kann man sagtans. Eisini kemur Gutti við góðum hugskotum til hvønn mat vit kunnu gera á páskum harímillum hvat vit kunnu brúka egg til, og hvussu vit best steikja ein lambsbógv, og at enda kemur hann við einari áheitan á føroyingar Gerið mat við føroyskum rávørum nú á páskum. Tær eru góðar, og so stuðla vit eisini føroysku framleiðarunum, sum hava tað trupult í hesum døgum Í fjør varð Sp f Jarðir stovnað við tí endamáli at vera ein viðspælari, tá tað snýr millum annað seg um tann partin av ferðavinnuni, ið hevur við gongd í haga at gera, og ætlanirnar eru nógvar, sigur nýggi stjórin. Nógvir av okkara limum síggja møguleikarnar í ferðavinnuni, og síggja tað sum ein møguleika at fáa eina aðra inntøkukeldu, til dømis tá ikki er so nógv at gera við seyði og avgrøði. Í 2017 fingu danir nýggja sálmabólk. Kirkesangbogen er ískoyti til vanligu sálmabókina. Nýggja Kirkjusangbókin er sermerkt á tann hátt, at hon gongur nýggjar leiðir til tess at møta kirkjuliga og mentanarliga lívin Endamálið var, at menna og harvið styrkja tann serstaka danska siðin við kirkjuligum felagssangi. Málið hevur verið byggja brýr millum nýggjan og eldri sangsið. Í hesum døgum gera mong nógv burtur úr at halda fast í heilsugóðum vanum, meðan onnur als ikki hava tíð og yvirskot at hugsa um venjing og at eta sunt. Vit fella alt ov ofta í alt ella einki hugsan, tá vit hava við heilsu at gera. Antin eru vit all in ella sløpp. Hetta er størsti trupulleikin og størsta forðingin fyri at tú klárar tað tú ætlar, sigur Sølvá. Hon heldur, at í hesum døgum er tað eisini ókey at gira niður. Rørsla merkir ikki altíð at vit skulu renna ein langan túr. At fara út at ganga sær ein túr við børnunum er eisini heilsugott, sigur Sølvá at enda. Broytingarnar í løgtinginum hava við sær, at stuðulin, sum verður latin fyritøkum til fastar útreiðslur, verður gjørdur meira stigvísur. Stuðul kann nú latast til fleiri rakstrareindir hjá somu fyritøku, umframt at íverksetarafyritøkur nú eisini fáa part av hjálparpakkanum. Í hesum føri er tað landsstýrismaðurin, ið skal áseta nærri reglur um skjalprógv fyri mistum umsetningi ella væntaðum umsetningini hjá nýggjum fyritøkum. Men júst hvussu broytingarnar hjá løgtinginum skulu fremjast í verki, og hvat tað fer at hava við sær í meirkostnaði, veit landsstýrismaðurin í vinnumálum, Helgi Abrahamsen, ikki at siga. Føroyskur hondbóltur hevur ligið stillur í næstan ein mánað. Í Hondbóltssambandinum hava tey enn vón um at fullføra kappingarnar í bestu kvinnu og mansdeildini. Men um tær føroysku hondbóltshallirnar ikki lata upp fyri 14. mai, verða eingir hondbóltsdystir afturat spældir hetta kappingarárið. Hondbóltssamband Føroya arbeiðir í løtuni við trimum ymiskum møguleikum og tíðarrammum, alt eftir nær feløgini sleppa inn í hallirnar aftur. Men hendir tað, at feløgini ikki sleppa inn í hallirnar fyrr enn í mai mánað, verða størri broytingar, sigur Gunn Ellefsen, forkvinna í Hondbóltssambandi Føroya. Tað kann sostatt enda við, at føroyska hondbóltskappingin skal avgreiðast upp á eitt vikuskifti síðst í mai. Enn er tó óvist, hvussu hetta verður lagt tilrættis, sigur Gunn Ellefsen. Føroysku hondbóltsfeløgini hava verið við til at avgera, hvussu endin á kappingarárinum skal verða. Og forkvinnan í HSF væntar eina breiða semju, tá endaliga avgerðin verður tikin. Tvær tingnevndir, Trivnaðarnevndin og Vinnunevndin, nevna í sínum álitum um lønarískoyti til fólkapensjónistar, at tað er skeivt og óheppið, at arbeiðsleys fáa í mesta lagi 17.500 um mánaðin, og lønarískoytið er 20.000 krónur. Stýrið á Als hevur viðgjørt hetta, men meiriluti er ikki í stýrinum fyri at hækka gjaldið til tey arbeiðsleysu upp í 20.000 krónur. Eyðfinnur Jacobsen, formaður í Als stýrinum, sigur, at málið um at hækka útgjaldið til arbeiðsleys er ikki á borðinum hjá stýrinum nú. Annars kom eitt uppskot í løgtingið fyrst í mars, har Als stýrið mælir til at hækka gjaldið upp í 18.000 krónur, og útgjaldsprosentið skal hækka úr 75 upp í 80. Í hesari útgávuni er tónleikanørdurin Eiler Sørensen úr Porkeri samvertur. Eiler fylgir væl við altjóða tónleikapallinum og veit eina rúgvu um tónleik. Hann hevði fyri nøkrum árum síðani sendingina Tónleikanørdurin her í útvarpinum. Í tveir og ein hálvan tíma spæla Eiler Sørensen og LEITISSTEIN sera ymiskan tónleik, ið fer heilt frá doomental til synthpopp, men har er eisini nógvur góður americana og singer songwritara tónleikur. Fjøltáttað, men eisini avbjóðandi til tíðir. Hartwig Wagner hevur verið prestur í nógvár og leiðari á bíbliuskúlanum í Børkop. Eisini hevur hann undirvíst í Nýggja Testamenti á universitetinum í Árhus. Hann veit eina rúgvu um, hví okkara guðstænasta er skipað, sum hon er. Jan Højgaard sigur frá, hvussu stórt vald rúsdrekka hevði á honum. Hann royndi at sleppa burtur úr leinkjunum, men alt til fánýtis. Men 15. oktober í 2001 fór hann á eitt húsmøti og hann varð frelstur og síðani hevur hann livað eitt frælst lív. Systir Briege McKenna er nunna borin í heim Hvítusunnudag í Írlandi. Sum blaðung varð hon illa sjúk, men hon varð grødd. Samstundis við grøðinigini varð henni álagt at biðja fyri sjúkum. Hon bar seg undan, vildi ikki verða til láturs. Men eftir trimum árum játtaði hon og í dag er hon ein sera kenda kvinna, sum ferðast knøttin runt og biður fyri menniskjum. Rættarfundur verður fyrrapartin í morgin, har sum ákævuvaldið fer at krevja, at ein kvinna verður varðhaldsfongslað í fýra vikur afturat. Hon hevur verið í varðhaldinum í 11 dagar í morgin, skuldsett fyri at hava viðvirkað til kynsligan harðskap móti dóttir síni. Neyðugt er at hava rættarfund, tí verjin mótmælir, at varðhaldsfongslingin skal leingjast. Kanningararbeiðið í málinum um kynsligan yvirgang móti einari gentu er annars liðugt. 41 ára gamli maðurin, sum er stjúkpápi hjá gentuni, varð latin leysur úr varðhaldium í gjár. Hann er skuldsettur fyri at hava samlegu við fólk undir 18 ár, sum er stjúkbarn hjá honum. Maðurin er eisini skuldsetur eftir greinini í revsilógini, ið sigur, at tann, sum við at misnýta annans sálarsjúku ella sálarliga menningartarn útvegar sær samlegu við viðkomandi, verður revsaður við fongsli í upp til fýra ár. Maðurin er skuldsettur fyri samlegu og fyri aðra kynsliga samveru enn samlegu. Kvinnan, sum er mamma gentuna, er skuldsett fyri revsilógarbrot, sum kunnu geva seks ára fongsul ella meira. Tí krevur ákæruvaldið, at varðhaldið heldur fram. Greinin í rættargangslógini um retsh ndhævelsen verður brúkt. Brotsgerðirnar, sum kvinnan er skuldsett fyri, eru so grovar, at hon kann ikki vera leys, metir ákæruvaldið. Hetta, sum á føroyskum eitur rættarverja, kann ikki brúkast móti manninum, tí hann kann fáa í mesta lagi fýra ára fongsul, ikki seks ár. Helle Høiby er cand.pæd og psych og hevur í mong ár arbeitt við happing og hevur drúgvar royndir á skúlum og stovnum, fyri at fáa mansømilig kor aftur, har happing hevur verið. Richard Guðmundsson er føddur í Danmark. Mamman er føroysk og pápin íslendingur. Hann livdi eitt trygt og gott lív, men 26. januar 1997 broyttist alt. Tá var hann til seinkaða nýggjársveitslu í skúlanum. Hann hevði nakað av fýrverki eftir og tað savnaði hann í glasskrukku. Hesa bumbuna tendraði hann og túsundtals glassplintrar fóru í eyguni hjá Richardi, so hann misti sjónina. Vegurin hevur verið langur til í dag. Hann er giftur og hevur fingið útbúgving á musikkonservatorie. Í dag undirvísir hann í í tónleiki. Tónleikurin í sendingin, Soundtalk, i hevur Richard skrivað, bæði orð og lag og systirin Rebekka, sum er operasangari syngur. Jónvør Christiansen fekk sum 34 ára gomul staðfest bróstkrabba. Hon var mamma trimum smáum børnum. Hon sigur frá gongdini, hvussu lívið hevur lagað seg, nú hon er 47 ára gomul. Herfyri var norðurlendsk ráðstevna hildin í Føroyum um bróskrabba. Í tí sambandinum tosaðu vit við Jørn Andersen, sum er onkologur. Tórmóður Stóra, psykiatari, sigur frá OCD. Ein sjúka, sum ger, at tú má gera somu gerð um og um aftur, annars verður tú bangin og missir sálarfriðin. Jógvan Páll Sevdal hevur siglt sum maskinmeistari í nógv ár. Fyri trimum árum síðani var skipið, sum hann silgdi við tikið av sjórænarum niðri við Nigeria. Manningin varð hildin sum gíslar. Hetta fekk stórar svára avleiðingar, men í øllum ræðuleikanum var Guð hjá honum. Kristian Ludvík Dam sigur frá sínum buldrasliga lívi. Til hann ein dagin fekk staðfest Damp. Hann hevur nomið sær útbúgving sum styrkivenjari og hevur givið út fløguna Uttan at sveitta. Hann og unnustan ferðast oyggjarnar runt og íðka og venja við fólki. Eyðun Joensen, sálarfrøðingur, sigur frá, truplu støðuni hjá barninum, sum missir mammu ella pápa. Og hvussu tá mamman ella pápin, sum liva eftir, fáa nýggjan maka Og um tey hava børn við í nýggju giftuna, hvørji alit ella fyrilit skal tann vaksni hava í huga Ónavngivin kvinna, sum er gift og eigur børn og hevur gott starv, sigur frá, hvussu ræðuligt tað er at verða stýrdur av trongd at gera alt umaftur. Vissa seg um at hurðin er stongd, kaffimaskinan er slókt og nógv annað. Um hon ikki ger tað, so missir hon sálarfriðin. Tummas Jacobsen, sum er samkomuleiðari í Filadelfia í Tórshavn, sigur frá hvat tungutala er. Eisini hoyra vit Tummas og un fólk syngja í tungum. Jack Mackani sigur, at tað tú ynskir tær, kanst tú fáa. Hann er mastervenjari í NLP. Við fáum venjingum ber til at fáa tættari samband við síni skapannarevni og soleiðis finna sínar innastu dreymar og gera teir til veruleika. Tá Hanae Tove Isholm var fjúrtan ára gomul var hon á Norðoyastevnu. Tá var hon úti fyri ræðuligari hending, sum hevur fylgt henni alt lívið. Ein maður kom eftir henni og stakk hana niður við knívi. Svein Femtehjell hevur starvast sum prestur í luthersku fríkirkjuni í Noregi. Hann er eisini socialpætagokur og hevur arbeitt saman við ítróttarfólki innan elituøkið. Hann starvast í dag í norska ítróttarsambandinum. Hann hevur verið í Føroyum nú, sum gestur hjá ÍSF og hevur hildið fyrilestur, um týdningin av ítrótti fyri menningina hjá børnum og ungum og eisini stóra týdningin samfelagsliga sæð. Steve Callaham fór einsamallur í lítla seglbáti sínum tvørvtur um Atlantarhavið. Men báturin sakk og í knapp 77 samdøgur rak hann á havinum í lítlum bjargingarbáti. Arnbjørn Fagraklett og Rósalind Olsen siga frá teirra ræðuligu upplivingum sum børn og ung. Tey vóru offur fyri kynsligum ágangi. Tey siga frá sváru tíðini, men eisini hvussu slíkt kann fyribyrgjast. Una Johansen, Ansy Heinesen, Merry Kalsø, Bodil Wardum sigur frá synopsu í samband við teirra petagogútbúgving. Hesa synopsu nevna tær Myndaskapan. Tað snýr seg um børn og tekningar. Tá Mary Klein gekk við sínum fyrsta barni doyði drongur hennara. Tað vildi so illa til, at eisini seinni drongur hennara doyði í ferðsluvanlukku. Hon er 26 ára gomul og børnini eru trý og fimm ára gomul og lívið gongur víðari. Ása Justinussen og Laura Joensen sigur frá teirra floksfelaga, italska Antonia sum kom ti Føroyar beint eftir krígslok og var her í níggju ár. Sálarfrøðingur Tóra Petersen hevur saman við granskarum við Árhus Universitet, granska post trauma millum annað hjá føroyskum børnum. Tey hava kannað ein heilan árgang í 8 flokki í Føroyum og úrsltiið vísir, at føroysk børn hava tað ikki so gott, sum vit hava hildið. Tá Antonia Stevenson er borin í heim í Genova í Italia beint eftir at seinni heimsbardagi endaði. Foreldrini vóru úr Jugoslavia. Tá hon var trý ára gomul, kom hon til Føroyar og var her í níggju ár.Hon var nú aftur í Føroyum og sigur nú frá, hvussu søgan veruliga var. Laura Joensen var spælivinur hjá Antoniu. Leivur Sørensen og Johan Beder hava báðir koyrilsbrest. Annars koyrir útav, meðan hin verður árendur. Koyrilsbrestur ella piskesmæld er torført at diagnostisera. Høvuðpínan er øgilig. Lívið steðgar upp. Í 1992 sigur Laila á Lofti, fysioterapeutur við hann at hetta kanska var koyrilsbrestur. Ikki fyrr hann kom í samband við læknan Øyvind Mathiesen kom vend í til tað betra. Sten Palmqvist er psykoterapeutur. Í eini tjúgu ár hevur hann hildið eina ørgrynnu av fyrilestrum um hjúnarband og barnauppaling. Familjumynstrið er broytt. Og markið millum at vera ungur, tilkomin og eldri er fjarað burtur. Bente Dalsbæk er gift við danska politikkaranum Naser Kadar. Hon hevur júst givið út bók, sum eitur Med underkop. Bókin snýr seg primert um hennara vermóðir. Sebastian Swane er sálarlækni og operasangari. Hann hevur BA í tónleikavísindi. Hann hevur gingið í Operaskúlanum í London og fekk í boði at fara til Operahúsið í Sydney at syngja. Har fekk hann ein solistsáttmála. Tá hesin hansara dreymur varð vorðin veruleiki, kom næsti dreymur, at verða lækni. Og meðan hann sang runt í heiminum, varð hann psykiatari. Útbrunnin er støða alt fleiri kenna. At hava so nógv um at vera, so alt til síðst brennur saman. Hesa støðu kennir Sólbjørg Samuelsen til fulnar. Tá ræðuliga tsunami flóðhaldan drap og oyddi fóru nógv til Indonesia at hjálpa øllum teimum neyðstøddu. Ingrid Holm var ein teirra. F 2 er ein fakligur áhugabólkur hjá sjúkrarøktarfrøðingum, sum arbeiða við krabbameini og AIDS. Í ár hevur hesin áhugabólkur tíggju ár á baki, og tí hava tey hildið ráðstevnu við heitinum Lívsvirði. Heisn dagurin var 12. mei, sum samstundis er altjóða sjúkrarøktadagur. Gestarøðari var Lisbeth Due Madsen, sum er sjúkrarøktarfrøðingur og hevur eisini sitið í danska etiska ráðnum. Ása Ellefsen og Marita Petersen hava kannað títtleikan í samband við sernámsdepilin,psykiatriska depilin og barna og ungdóms psykiatrisku deild í Gøteborg, har Christopher Gillberg, professari er leiðari. Føroyafelag móti krabbameini hevur boðið Marie Aakre til Føroyar at greiða frá hvat hospice er. Marie er sjúkrarøktarfrøðingur og leiðari av Etiska Ráðnum hjá norska sjúkrarøktarfelagnum. Monica Stauss Joensen er úr Schweis, men er gift til Lorvíkar. Hon hevur buð her í nógv ár og eigur fýra børn. Hon er gávuríkur tónleikari. Hon spælir í Føroya Symfoniorkestri og gevur eisini frálæru. Hvat er simple living Liva einfalt og ikki lata teg fjøtra av øllum tí, sum vit halda, vit mugu hava, fyri at vera eydnusom. Eisini er bók komin út pengarnir ella lívið , sum hevur nomið við nógv. Ingi Mohr sigur frá sínum rokmikla lív. Hann hevur drukkið illa. Men so í 2018 varð hann illa sjúkur. Hann fekk sjúkuna ALS. Ingi sigur, at brádliga ein dag, so fekk hann Guð á vitjan. Katrina Lindenskov Joensen er sjúkrarøktarfrøðingur og sálarfrøðingur. Hon sigur frá euthanasi, hospice, sjálvmorð og týdningurin at liva lívið, meðan tú hevur tað. Marjun Lómaklett er ættleidd úr suður Korea. Hon varð funnin á gøtuni og kom á ymiisk barnaheim. Tvey ára gomul tóku fjálgar hendur ímóti henni í Klaksvík. Hon heldur ikki at alt er tann bera tilvild, men Guð hevur eina ætlan við hvørjum einstakum. Honn takkar dagliga Guði fyri, at henni varð unt eitt so gott lív í Føroyum. Jana varð borin í heim ein summardag í 1966. Fullborin og ljóst hár og blá eygu. Skjótt varnaðust foreldrini at okkurt var, sum tað átti at vera. Tá Jana var fýra gomul fingu foreldrini Helena og Hanus Samuelsen boðini at Jana var manningartarnað. Óli Samró, beiggi Janu, heitti á Tórun at skriva bók um systrina og soleiðis varð bókin veruleiki Jana, eitt hjartabarn. Gunner Nielsen sigur frá, hvat felagsskapurin IOGT er. Tað er ein felagsskapur, sum er settur á stovn í Amerika í 1851 fyri at hjálpa øllum tilflytarum, sum komu tá til Amerika. Hetta fyri at fyribyrgja, at nakar skuldi fáa trupulleikar av alkoholi. Fyrsta Tilveru sendingin Um etikk og etisk virði. P.M.Rasmussen, doktari í guðfrøði, sigur frá hvørjar áskoðanir hava verið um sjálvmorð gjøgnum tíðirnar. August Wang, sálarlækni, hevur í nógv ár kannað fyribrigdið sjálvmorð og hevur saman við øðrum donskum sálarlæknum givið bók út um hetta evnið. Kirsten Mørck Nielsen varð brádliga sjúk, meðan hon var í New York. Hon var við barn og fostrið var uttanfyri lívmóðrina. skurðstovuni sá hon sjálva seg sveima burtur. Meðan læknar stríddust fyri hennara lívi, sá hon Jesus og Hann vísti henni aftur á hennara foldarlív og hvat bíðaði henni. Finn Arv er katólskur prestur. Hann er útbúgvin sjónleikari og hevur havt fleiri stórar leiklutir í Danmark. Men, sum árini gingu, so vildi hann verða prestur. Sonni Olsen sigur frá, hvussu tað var at fáa annað nýra frá trímenninginum Eyðun Poulsen og Bergfinn Joensen, sum hevur fingið nýra frá ókendum donori. Lone Sjørup, guðfrøðingur, varð boðin til Føroya av 08. mars kvinnubólkinum. Hon skuldi halda tveir fyrilestrar. Annan um heksir og hin um religión sæð við kvinnueygum. Leivur Joensen sigur frá sínum ungdómsárum og hvussu hann bara ynskti at doyggja. Men so hendi ein guddómlig broyting og hann slapp at liva. Í ár eru liðin 25 ár síðani flogfarið datt niður í Mykinesi. Brynleif Hansen var ein teirra, sum doyði. Eftir hann sótu Elsa og fýra smá børn. Fleiri hava sagt frá nærdeyðanum uppivingum , ofta í samband við sjúku og hjartasteðg. Tey kenna tey fara higani og ferðast gjøgnum myrkan tunnil fram móti vøkrum ljósi og í ljósinum síggja tey Jesus. Ein kvinna sigur frá síni uppliving. Hon eigur fýra børn. Í 1991 tá hon hevði føtt triðja barnið, hevði hon tað ikki gott. Kendi seg likamliga veika og møðin bara versnaði. Fram móti jólum verður hon illa sjúk og hon hugsaði, um hon fór at yvirliva hetta. Men so hevði hon eina uppliving, har hon kom í annað stað. Rúsdrekka og narkotikaráðið gjørdu eitt stórt tiltak í heyst fyri at upplýsa ungfólk um vandan við rúsdrekka. Berhard Brimbrot var ein teirra, sum var við runt á skúlum í landinum og segði frá síni søgu. Javni hevði landsfund herfyri og tá høvdu tey boðið donsku sjónleikarakvinnuni Lone Hertz til Føroyar at fyrilesa. Lone Hertz og Axel Strøbye eiga ein 26 ára gamlan son, Tummas, sum er sálarliga sjúkur. Hann hevur onki mál, so mamma og sonur samskifta gjøgnum skrivimaskinuna. Hann torir ikki at tosa. Hesi brøv hann hevur skrivað til mammuna, hevur savnað í bókina Sysifosbrøvini . Jonna og Oddmar Færø hava búð og starvast í Saudi Arabia. Hann sum barnalækni og hon sum lærari. Saudi Arabia er eitt sera ríkt land, men eitt strangt og afturlatið land. Endursending frá 2006. Fyrsta av sjey støkum sendingum um undangongufólk innan føroyska fiskivinnu og ídnað í seinnu helvt av farnu øld. Í fyrstu sendingini hitta vit Oddfríð Gregersen í Gøtu, sum greiðir frá lívi sínum frá barnsbeini til dagin í dag. Í meira enn 35 ár stóð hann á odda fyri Fiskavirkinum í Gøtu. Hann hevur eisini verið formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag og bygdarráðsformaður í Gøtu kommunu. Sum ungur sigldi hann úti við donskum skúlaskipum, áðrenn hann vendi heimaftur og fór at arbeiða hjá verfaðirinum í Fuglafirði. Fyrst í seksti árunum tók hann við sum stjóri á Fiskavirkinum eftir pápa sín. Jens Andr Pedersen lesur religiónsvísindi á universitetinum í Árhus. Hann sigur seg vera eitt leitandi menniskja, sum ikki enn hevur funnið sannleikan og sum vónar eina ferð at fáa vitjan av Heilaga Andanum. Benny Blumensaath er katólskur prestur. Tá hann var trettan ára gamal, doyði pápi hansara. Og við alt, so broyttist alt hjá Benny. Hann byrjaði at drekka og fór at fremja alt fleiri lógarbrot. Hann fekk fleiri fongsulsdómur. Hann byrjaði at seta eld á, og endin var at hann tvær ferðir varð ladur inn á psykatrisku deild. Hann hevur eisini roynt at tikið sítt egna lív. Men so ein dagin fekk Benny eina vitjan á psyaktrisku deildini og flest øll vilja siga, at hetta var eitt undur. Thorben Johannesen er lærari. Hann hevur eisini verið stjóri á Føroya Háskúla. Hann er nú prestur í grundtvigiskari valmeinigheit í Klim í Danmark. Vit syngja tað er gaman at ferðast saman , men so er ikki altíð. Duettin kann lætt verða ein duel. Gestur er Leif Kristiansen, sum er prestur, lærari í sálarsorg og familjuráðgevi og vegleiðari. Tað er greitt eftir at avgerð er tikin um, at Uttanlandstænastan framhaldandi skal halda aftur við at senda sjúklingar av landinum til viðgerðar fram til 1. mai. Poul Madsen er áttati ára gamal. Hann er juristur, men hevur bert arbeitt fá ár sum juristur. Hann er gudrøkin maður og er virkin í Kristent Fællesskab og hann skrivar nógv. Hann hevur stóran tokka til Søren Kierkegaard. Menniskjað í dag hevur strongd. Almikið er at náa hvønn dag og um ikki røkkur á mál, dagar strongdin undan. John Kjær sigur frá sínum rokmikla degi. Men í mars mánaða 1995 varð hann álvarsliga sjúkur han var tá bæði sálarliga og likamliga strongdur. Hava øll eina samvitsku og er tað hon, sum ger okkum menniskjanslig Og hvørjum er tað við vita nakað við samvitska Er samvitskan úrslit av okkara uppaling ella er tað Guðs rødd í okkum August G. Wang, sálarlækni, og Marjun bæk, prestur, samskifta, hvat tey halda samvitskuna verða. Peter O.K.Olofsen er prestur í Fuglafirði. Vit tosa við hann um moral og hjúnaband, um uppafturgiftu, og havt hevur størsta týdning í prestayrkinum. Samrøða við Berit s, norskur professari í socialpsykologi. Vit tosa við hana um kvinnustríð og kvinnusak, hvat hava kynini til felags og hvat skilur sundur. Ole Flemming Pedersen er lærari og starvast á læraraskúla. Hann hevur verið sera virkin í sínum arbeiði og hevur eisini arbeitt sum konsulentur innan smábarnaøkið bæði á stovnum og í kenlsumálaráðnum. Tey veita eisini sálarliga hjálp, um fólk koma í trongstøðu av hesum. Hann sigur frá Lívsins Orði, sum umboðar framburðarguðfrøðina. Í Føroyum hava vit hjartadeyðskriterii. Sostatt kunnu vit bert flyta nýru frá deyðum menniskja til annað. Í Danmark hava tey heiladeyðskriterii, soleiðis kunnu læknar, við samtykki, flyta gøgn úr einum menniskja, meðan hjartað enn slær. Landslæknin Høgni Debes Joensen sigur frá lóggávuni, narkosulæknin Høgni Djurhuus sigur, hvussu staðfest verður, at mann er heiladeyður. Lise Debel Christensen er magistari í religión og hevur skrivað sergrein um new age. Tónleikurin í sendingini er new age tónleikur . Ikki øll fáa barnið tey ynskja sær. Læknavísindin kann hjálpa við sokallaða reagensglasháttinum ella ísáðing. Sóley Birk Hansen og Jan Birk Hansen siga frá, hvussu leiðin var til tey fingu tvíburðar 24. august 1992. Um Deyðahavsrullurnar og Bíbliuna. Hvussu skrivaði mann og á hvat Hvørjir siðir vóru tengdar at tí, at skriva heiløg skrift niður. Vit lesa um teir fyrstu sjey dagarnir í skapanarsøguni, men hvat fer at henda seinastu sjey dagarnir í skpannarsøguni. Tí vit hava dálkað miskunnarleyst og eirindarleyst, so kanska er bláa gongustjørnan ikki longur lív lagað Aksel Valen Sendstad er professari í guðfrøði. Menniskjan hevur altíð leitað eftir tí guddómliga og ymiskt er, hvørja niður støðu vit koma til, um nakað. Karsten Thorst Petersen hevur verið leiðari á Solbakken, sum er heim, har fólk sum bera brek kunnu búgva. Sjálvur er hann føddur við ongum ørmum, so hann tosar av egnum sannroyndum. Høgni Djurhuus dámar sera væl at ferðast og hevur verið í nógvum londum. Men tað er ikki vandaleyst. Gjøgnum allar tíðir hevur mann hoyrt um vandamiklar sjúkur og sóttir, sum hava herjað kring heimin. Vandin í dag er HIV smittan. 22. mars 1984, tá fiskaði Heldarstindur í eystursjónum og tá fingu teir eina sinnopsbumbu í trolið. Øll maningin, sjey í tali, hava fingið varandi mein av sinnopsgassinum. Nevndin Stakir uppihaldarir siga frá teirra arbeiði og stríðið at sleppa at hava børnini hjá sær. Eisini siga tveir stakar kvinnur, hvussu gerandisdagurin er nú tær hava fingið eitt barn. Íslendskir mentanar dagar hava verið í Føroyum og í tí sambandinum var biskupur Ísland, Ólafur Skúlason og prædikaði í Havnar kirkju. Gritt Bendiksen er 58 ára gomul. Tá hon var smágenta fingu tey eina barnagentu, sum æt Esther og hon hevur verið hjá Grith alt lívið. Brádliga fekk esther heilabløðing og kom á eitt røktarheim. Tey trý árini hon lá har, skrivaði Gritt eina grátibók og har skrivaði hon allar kenslur og alt sum hendi. Henda bók er nú komin á marknaðin. Margreth Norðberg er úr Hvalba. Tá hon var fjúrtan ár, so doyði pápi hennara í 1991 í ólukku og fýra seinni doyði mamman av krabbameini. Ein syndarlig vanlukka hendi 14. oktober 1991 úti i Mykinesi. Oddvør misti tá pápa og svág og Noomi misti pápa og abba. Menn vóru farnir eftir seyði og á veg heim aftur koppaði báturin og tríggir menn druknaðu. Tomina Svøðstein var illa sjúk av krabbameini og onki var at gera. Men so fór hon til eitt møti í Danmark og biðið var fyri henni og hon vann sær heilsubót. Anna Fuglø Rodda hevur búð í Senegal millum Balanta fólkið. Eftir nøkrum árum hevur hon nú megnað at givið fólkinum teirra skriftmál. Samrøða við sálarlæknan Svend Kleve Hansen. Hann býr p.t. í Føroyum og arbeiðir saman við øðrum í verkætlan at kanna sálarsjúkur, um tær eru tær som og hava somu sjúkugongd og títtleika, sum í øðrum londum kring okkum. Eyðbritt Eysturstein varð gift 5. desember 1987. Tey bygdu hús og alt sá so lukkuligt út. Maðurin gekk á maskinmeistaraskúla í Havn og hon var í læru á skrivstovu í Klaksvík. Í mars 1989 varð fyrsta dóttirin borin í heim. Í 1991 fluttu tey í egin hús og maðurin var farin at sigla. Í desember 1992 kom teirra næsta dóttir. Tey vóru nú ein lukkulig familja. Gleðin var stokkut, tí 22. mars 1993 var ein vanligur dagur til maðurin var farin at spæla innandurafótbólt og small deyður um. Fyri nøkrum árum síðani byrjaði Eivind á myndlistaskúla í Danmark. Hann fór til Goa í India at skriva ritgerð. Hann kom í samband við familju, sum vóru ortodoksir indarar. Úrslitið varð, at Eivind varð búgvandi í India. Inge og Hans Berntsen vóru í ferðsluvanlukku, sum broytti alt teirra lív. Frá at hava verið Volvo stjóri, fóru tey nú at biðja fyri fólki runt Danmark og í øðrum londum eisini. Erla Maria Simonsen sigur frá Medjugorje í Jugoslavia. Bradliga í 24. juni 1981 søgdu nøkur børn frá at tey sóu eina sera vakra kvinnu við einum barni. Tey sóu hetta hvønn dag og hon tosaði við tey. Børnini vóru læknakannaði, men onki var áfatt. síðani hava fólk í stórum tali ferðast til staðið, har tey enn síggja jomufrú Mariu koma til sjóndar. Ein millumtjóða granskarabólkur hevur nærhendis Ararats fjøllum í Turkalandi funnið nakað, sum er átøkt einum skipi. Vit siga frá, hvat stóð at lesa um hetta í The Observer. Anna Rúna Jacobsen varð einkja á ungum árum við tveimum smáum børnum. Árini gingu og hon giftist við Leivi, sum eisini var einkjumaður við tveimum smáum børnum. Nógv eru ovurviðkvom og nógvar eru orsøkirnar., til dømis pollen, djór, ymiskur luktur, matur og nógv annað. Nøkur eru latex ovurviðkvom. Latex er í handskunum hjá læknanum, í leikum og í ballónum. Sigurd Bærentsen sigur frá, tá sonurin bara tvey ára gamal varð lagdur undir skurð nakrar ferðir. Hildið verður, at tá latex kemur í beinleiðis samband við til dømis blóð, so er vandi fyri at barnið kann fáa hesa lívshættisligu allergi. Søgan um líkklæðini, sum verða søgd at verða tey, sum Jesus varð sveipaður í, tá Hann varð tikin av krossinum og sum hava serstaka mynd. Bókin hjá Aldous Huxley Fagri nýggi heimurin er við eitt veruleiki, tí nú ber til at klúgva mannaegg. So við at klúgva gitin mannaegg, fáa vit eins menniskju. Á jólum føddi 59 ára gomul italiensk kvinna tvíburðar. Læknaheimurin kann gera almikið, sum ikki var gjørligt fyri fáum árum síðani. Hetta hevur etiskar fylgjur og avleiðingar. 3. sending av 4 um skaldið Janus Djurhuus. Árini 1922 1938 tá Janus Djurhuus er komin heimaftur til Føroya. Í hesi sendingini verður sagt frá samanbrestinum millum Janus Djurhuus og danska sakføraran Helge Simons í teimum ringu tíðunum seint í tjúgunum. Janus verður dømdur og fer til Danmarkar. Í tríatiárunum vitjar hann belgiska kleystrið Averbode og fer eina miðalhavsferð. Sagt verður eisini frá vinfólkum Janusar millum annað Jógvani Zachariasen, Mariu Mikkelsen og Jørgen Frantz Jacobsen. Lagt til rættis Hanus Andreassen. Klokkan 10 í morgin verður tíðindafundur, har Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, Bjarni á Steig, yvirlækni og ráðgevi hjá Heilsumálaráðnum, og Michael Boolsen, fúti, kunna um stigini, sum eftir ætlan verða tikin eftir páskir. Og ein tíðindafundur aftrat verður í morgin, hann verður seinnapartin klokkan 2. Tá fer Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, saman við umboðum fyri dagstovnaøkið og skúlaverkið at kunna um, hvussu dagstovnar og skúlar lata uppaftur, og á hvønn hátt tað verður gjørt. Stóri eftirspurningurin eftir spritti hevði við sær, at tað varð trupult at fáa fatur á. Ein loysn var ein løgur, sum danskir myndugleikar hava afturkallað, tí hann virkar ikki. Í Føroyum kom hesin løgurin í umferð, og hóast onkur hevur afturkallað hann, kann hann framvegis seljast og brúkast, tí onki eftirlit er við hesum í Føroyum. Við tveimum politiskum hjálparpakkum hevur politiska skipanin enn ikki skilt ímillum sterkar og veikar fyritøkur. Tað merkir, at sum nú er hevur fíggjarliga grundarlagið hjá fyritøkunum ongan týdning í mun til, um tær kunu fáa stuðul ella ikki heldur eru hjálparpakkarnir grundaðir á mista inntøku í hesum koronatíðum. Í hjálparpakka tvey, sum varð samtyktur í gjár, er tó ein áseting, sum skal geva landsstýrismanninum heimild at hyggja nærri eftir hesum viðurskiftum. Ásetingin sigur Landsstýrismaðurin kann nokta at rinda stuðul sambært hesi lóg, um landsstýrismaðurin metir, at viðkomandi fyritøka er fíggjarliga før fyri at rinda tær rakstrarútreiðslur, sum eru fevndar av stk. 2. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta nærri reglur um fíggjarligar treytir fyri at fáa stuðul eftir 1. pkt. Nú eru tveir hjálparpakkar samtyktir politiskt. Tann stóri hjálparpakkin, sum fleiri partar eftirlýsa, manglar tó framvegis tann, sum gevur endurgjald fyri mistar inntøkur orsaka av koronakreppuni. Og spurningurin er, hvønn leiklut fíggjarligu sterku samtøkini skulu hava framyvir í koronakreppuni. Tað fer ikki at bera til at lata skúlarnir upp aftur beint eftir páskir, og neyðugt verður at byrja við smáum fetum. Tað heldur formaðurin í Føroya Lærarafelag. Jenis av Rana, landsstýrismaður í skúlamálum, er samdur og sigur, at vit ikki skulu vænta, at tað verður vanllig skúlagongd eftir páskir. Lítið sannlíkt er eisini, at næmingarnir í níggjunda flokki fara til próvtøku í ár. Sambært biskupi, so hevur fólkakirkjan lært nógv í koronakreppuni. Meðan kirkjudyrnar eru læstar, hevur kirkjan flutt seg út á aðrar pallar. Men kirkjan skal ikki einans standa fyri prædikuni. Hon skal eisini gerast mera virkin at hjálpa fólki heilt ítøkiliga. Jógvan Fríðriksson, biskupur, var gestur í Degi og Viku í sambandi við, at stóra kirkjuliga páskahátíðin nú stendur fyri durðum. Ein páskahátið, har kirkjudyrnar eru læstar. Granskingarráðið bjóðar granskarum í Føroyum at søkja stuðul til verkætlanir, sum kunnu setast í gongd alt fyri eitt, og vitan frá teimum skal vera atkomilig og skal kunna nýtast í líknandi støðum í framtíðini. Talan kann vera um stuðul til at savna og skráseta dátur og til at skipa granskingarverkætlanir og til granskingarverkætlanir. Umsóknir verða viðgjørdar so hvørt tær koma. Fakfelagssamstarvið stendur fyri verkætlanini, sum Annika Helgadóttir Davidsen ph.d. og granskari á Deildini fyri arbeiðs og almannaheilsu skal leiða. 5.153 fólk eru nú kannað. 118 fleiri enn í gjár. 131 fólk eru vorðin frísk. Tey vóru 120 í gjár. Eitt fólk er á koronadeildini á Landssjúkrahusinum. Amerikanarar stuðla gransking í Føroyum við nøkrum milliónum krónum. National Institute of Health í USA hevur latið Deildini fyri arbeiðs og almannaheilsu 4,5 milliónir krónur til gransking. Granskingin skal lýsa, hvussu immunverjan hjá nýføddum børnum í Føroyum virkar. Danska Umhvørvisstýrið hevur eisini latið pengar, 1,8 milliónir krónur. Granskingin varar fýra ár. Deildin fyri arbeiðs og almannaheilsu ger hana saman við Ljósmøðratænastuni og Barnadeildini á Landssjúkrahúsinum. Børn verða kannað, tá tey eru tvær vikur gomul, tríggjar mánaðir og 12 mánaðir. Tað tykist sum, at dálkandi evni, sum verða kallað fluorevni, ávirka immunverjuna. Nógv tey flestu rættarmálini eru borgaralig mál. Tey vóru 1.350 í fjør. Borgaraligu rættarmálini eru vorðin nógv fleiri síðani aldaskiftið. Revsimálini eru eisini vorðin fleiri. Men Fútarætturin hevur færri mál nú, skrivar Hagstovan, sum hevur kunngjørt tølini hjá Føroya rætti. Millum annað eru tvingsilssølur í Fútarættinum. Fastognir og skip verða seld á tvingsilsuppboði. Hesi uppboð eru fá nú, millum tíggju og 15 seinastu árini. Men árini 2008 til 2015 vóru nógvar slíkar sølur. Í fjør hevði Skiftirætturin 550 mál, men bara 25 teirra vóru trotabúgv. Yvirfriðingarnevndin hevði 80 mál í fjør. Málini eru vorðin fleiri í hesari øldini. Talið er vaksið úr 50 upp í 80. Kriminalforsorgin kann steðga heilt ella partvíst vitjanum fyri at forða fyri koronasmittuni. Tey, sum sita inni, hava rætt til vitjanir. Kriminalforsorgin kann eisini nokta teimum, sum eru í varðhaldinum, útgonguloyvi, heldur Kriminalforsorgin tað vera neyðugt fyri at sleppa undan smittu. Umsóknarfreistin til kvotu 2 til Fróðskaparsetur Føroya er útsett til 1. mai. Í kvotu 2 verður samlað meting gjørd av øllum skjalprógvaðu førleikunum hjá umsøkjarunum. Í kvotu 1 verður einans hugt at miðalpróvtalinum í gymnasiala miðnámspróvnum, og tey, sum søkja gjøgnum kvotu 2, skulu saman við umsóknini leggja skjalprógv fyri førleikunum. Fróðskaparsetrið skrivar á heimasíðu síni, at tað kann verða torført hjá umsøkjarum fáa til vega neyðugu skjølini, tí fyritøkur og stovnar ikki hava opið sum vanligt orsakað av koronastøðuni. Fleiri vilja vera við, at hetta var størsta konsert í Føroyum nakrantíð. Blur hevði júst latið úr hondum fløguna Blur, har eitt nú stórhittið Song 2 er á. Tað, sum stendur eftir hjá fleiri, er, at sangarin, Damon Albarn, drakk eina føroyska øl á pallinum og síðani segði fjøldini, at hann var alt annað enn imponeraður av smakkinum. Eisini eru sjónvarpsupptøkur frá føroyatúrinum á youtube. Eitt íslendskt sjónvarpslið fylgdi Blur á konsertferðini og gjørdi samrøður við limirnar um Føroyar. Sendingin snýr seg eitt sindur um bólkin, um konsertina men eisini um føroyska samfelagið, sum júst hevði fótað sær úr bankakreppuni og tí ikki orduliga hevði yvirskot at taka ímóti einum slíkum superbólki, ið onkursvegna tóktist vera sleptur á fjall, tá hann lendi í Vágum. Dagstovnaøkið Dagstovnaøkið letur upp mánadagin 20. apríl 2020 Vikan eftir páskir verður brúkt til at fyrireika, hvussu latast kann upp, og hvussu gerandisdagurin skal skipast Foreldur, sum vilja hava børn síni heima, hava síni børn heima. Forskúlar og fólkaskúlar Forskúlar og 1. til 3. flokkur hava vanliga skúlagongd frá mánadegnum 20. apríl 2020 Mælt verður til, at børnini fara í skúla, men talan er um sjálvbodna og ikki kravda skúlagongd Frítíðarskúlarnir lata eisini upp mánadagin 20. apríl 2020 Foreldur, sum vilja hava børn síni heima, hava síni børn heima. 4. til 10. flokkur hava framhaldandi skúlagongd heima við hús. Hvørki 9. ella 10. flokkur skulu til endaligar próvtøkur í summar Miðnámsskúlar Endaflokkarnir á miðnámsskúlunum fara at hava nakað av undirvísing í skúlanum frá mánadegnum 20. apríl 2020 Endaliga próvtøkan hjá endaflokkunnum á miðnámsskúlunum verður viðgjørd nærri og tillaga umstøðunum. Hinir miðnámsflokkarnir fáa framhaldandi fjarundirvísing. Yrkisútbúgvingarnar á Tekniska skúla í Klaksvík og á Glasi hava vanliga skúlagongd frá mánadegnum 20. apríl 2020 Frisørar og annað skulu tó ikki møta í skúla enn Sjúkrahúsverk Verandi tiltøk, ið eru sett í verk fyri at tálma smittuspjaðing, halda fram restina av aprílmánaði Fyri sjúklingar merkir tað, at ikki bráðfeingis viðgerðir og kanningar kunnu framhaldandi verða útsettar Deildirnar eru farnar at fyrireika, hvussu ferð so smátt kann setast aftur virksemið, so fleiri fólk fáa viðgerðir Almannaøkið Almannaverkið hevur gjørt ein útgreinaða virkisætlan fyri, hvussu tilboðini kunnu lata uppaftur. Almannaverkið varar av nøkrum av okkara allar veikastu borgarum. Tað er tískil týdningarmikið, at tænasturnar lata stigvíst upp havandi í huga minst møguligan smittuvanda, og tilmælini frá myndugleikunum verða fylgd. Ítróttur Ítróttakappingar kunnu byrja aftur leygardagin 9. mai undir skipaðum umstøðum. Mælt verður til, at bæði vetrarítróttur, ið er innandura, og summarítróttur, ið er uttandura, verða í fyrstu atløgu spæld uttan áskoðarar Starvsfólk hjá tí almenna Tað almenna skal virka so ótarnað sum tilber. Tað inniber, at tænasturnar til borgarar og fyritøkur skulu veitast sum vant. Samstundis skal hædd takast fyri tilmælunum um smittuforðing. Í tráð við smittuna Í tann mun tað ber til, skulu starvsfólk hjá tí almenna, sum kunnu arbeiða heima, framhaldandi gera tað. Almenna samferðslan Oyggjaleiðirnar fara framvegis at hava eitt sindur avmarkaða sigling. Ferðafólkatalið verður framvegis avmarkað. Bygdaleiðir koyra framvegis við skerdari ferðaætlan og eftir tilkallingarskipan. Trúarlív Mælt verður til, at kirkjur og samkomur framhaldandi skipa seg soleiðis, at hetta verður uttan, at fólk koma saman í kirkju og samkomu Nýggj koronaráðgeving Ein nýggj koronaráðgeving við fleiri fakfólkum er sett á stovn. Koronaráðgevingin fer at ráðgeva almennum stovnum, fyritøkum, felagsskapum og øðrum, hvussu arbeiðið kann skipast á bestan hátt í mun til smittuspjaðing. Føroyska ílegufelagið Amplexa Genetics, skal kanna grønlendingar fyri koronasmittuna, COVID 19. Higartil hevur ikki borið til at gjørt kanningar í Grønlandi. Tiknu royndirnar verða sum nú er sendar til Keypmannahavnar, men frá í næstu viku verður hetta broytt, tá føroyska kanningarstovan letur upp í Nuuk. Tey gleða seg at sleppa í gongd aftur og at hátíðarhalda, at fimm ár eru liðin, síðan hol var sett á Open Mic Open Stage í Føroyum. At virða tey átøkini og tilmælini sum eru gjørd fyri at steðga koronasmittuni, eru altavgerandi fyri, hvussu tað fer at eydnast, at lata føroyska samfalgið spakuliga uppaftur. Hann vísti á, at Føroyar sum fyrsta landið í heiminum, eftir øllum at døma hevur fingið tamarhald á koronasmittuni. Tað vísir gongdin seinastu dagarnar. Á fundinum vóru Jenis av Rana, landsstýrismaður, Poul Gert Hansen, aðalstjóri, Leivur Persson frá Arbeiðs og brunaeftirlitinum og Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum Fyrst hevði løgmaður tíðindafund fyrrapartin saman við heilsufakliga myndugleikanum og fútanum, meðan landsstýrismaðurin í skúlamálum hevði kunnandi tíðindafund um, hvussu skúla og dagstovnaøkið verður skipað, tá hesi lata uppaftur mánadagin 20. apríl. Tað eru fleiri viðurskifti, sum ikki hanga saman, nú myndugleikarnir ætla at seta ferðina á samfelagnum uppaftur, halda eygleiðarar. Kári Mikkelsen, journalistur, Jóhann Lutzen, blaðstjóri á Norðlýsinum og Høgni í Jákupsstovu, journalistar, greina nakað av tí, sum er sagt á báðum tíðindafundunum, sum landið hevur skipað fyri. Skuldsetingarnar, sum eru neyvari nú, enn tá kvinnan var í grundlógaravhoyring fyri 11 døgum síðani, umfata tíðarskeiðið 10.desember 2016 til 3.august 2019, uttan tann eina, sum fevnir um tey trý árini frá 10.desember 2016 til 10.desember 2019. Í 2016 var gentan 15 ár. Hóast kvinnan hevur játtað seg seka í tí mesta, tá politiið hevur avhoyrt hana, tók hon ikki støðu til sektarspurningin í rættinum í dag. Hon kundi tó játtað okkurt, men verri enn so alt. Dómarin avgjørdi, at ikki er loyvt at endurgeva tað, sum er sagt í rættinum í dag. Tað bað ákærin um, og verjin mótmælti ikki. Endurgevingarforboðið er ásett fyri at verja partarnar í málinum. Skuldsetingarnar eru tó undantiknar forboðnum. At misnýta annans sálarsjúku ella sálarliga menningartarn gongur aftur í skuldsetingunum. Og blóðskemd er eisini við. Blóðskemd kann geva upp í seks ára fongsulsrevsing. Kvinnan varð varðhaldsfonglað í fýra vikur afturat í dag. Hon skal sambært tí vera í varðhaldinum til 6.mai. Verjin mótmælti, at varðhaldið varð longt, og úrskurðurin hjá Føroya rætti er kærdur til Landsrættin. Mikukvøldið sleppa føroyingar at hoyra um forvitnisligu dagbókina Fjallafólk á flatlendi , ið Katrin D. Apol hevur latið úr hendi. Langomman, Sanna Apol fødd Reinert úr Norðradali flutti í 1920 nýgift til Hollands saman við hollendska manni sínum. Sanna fall ongantíð til í Hollandi, men kendi seg fjøtraða í leiklutinum sum Fjallafólk á flatlendi . Í dagbók síni skrivar hon um sítt tvílyndi, sum í stóran mun snýr seg um stríðið millum náttúru og mentan bæði á persónligum og samfelagsligum stigi. Í hesi bókini fæst sjáldsamt innlit í tankar og gerandislív hjá føroyskari kvinnu fyri útvið hundrað árum síðani. Hoyr Dorit Hansen tosa við Katrina um dagbókina hjá ommuni. Tónunum fer Bárður Johannesen at standa fyri. Set teg afturá við einum glasi ella koppi og njót løtuna eins og vart tú í Reinsarínum. Til Orð og tónar. Heldur ikki seinasta samdøgrið vístu kanningar, at nakar í Føroyum hevur fingið korona. Framvegis eru 184 fólk í Føroyum staðfest at vera smittað. Hetta talið er óbroytt síðani týsdagin. Nú eru 5.299 kanningar gjørdar. Tíggjunda hvørt fólk í Føroyum er kannað. Fyrsta kanningin varð gjørd 28.februar, og síðani 3.mars eru kanningar gjørdar hvønn einasta dag. Tað er ymiskt, hvussu nógvar kanningar eru gjørdar um dagin. Metið er 339 um dagin Tann 18.mars vórðu gjørdar 339 kanningar, og tað er met higartil. Hetta seinasta samdøgrið eru gjørdar 146 kanningar. Fleiri kvinnur enn menn lata seg kanna. Flestar kanningar eru gjørdar í aldursbólkinum 40 til 49 ár, upplýsir landslæknaembætið. 136 fólk eru vorðin frísk, tey vóru 131 í gjár. Eingin er nú á koronadeildini á Landssjúkrahúsinum. 191 fólk eru í sóttarhaldi. Nú eru 3.261 fólk skrásett í lønarískoytisskipanini hjá Als. Og nú eru skjótt líka nógvir menn sum kvinnur har. Kvinnurnar vóru í meiriluta, men nú er tann meirlutin minkaður. 1.636 kvinnur og 1.625 menn eru nú í skipanini. Tíðin er farin undan teirri ætlan at býta út 40.000 tons av svartkjafti til vinnuligar royndir og verkætlanir í ár. Spurningurin er so, hvat tey 40.000 tonsini skulu brúkast til, so tey ikki fara fyri skeytið. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sigur, at hugsanin er tann, at tey 40.000 tonsini verða latin sum felagskvota til øll at fiska. Men tey, sum hava eginkvotu, skulu fiska sína eginkvotu fyrst, áðrenn tey sleppa fram at felagsskvotuni. Eingin politisk viðgerð hevur verið Landsstýrismaðurin leggur tó dent á, at enn er hetta bara ein hugsan í Fiskimálaráðnum. Landsstýrið er kunnað um hana, men eingin politisk viðgerð hevur verið, hvørki í landsstýrinum ella í samgonguni, sigur Jacob Vestergaard. Tað krevur lógarbroyting at býta út tey 40.000 tonsini sum felagskvota, so málið skal í løgtingið. Málið hevur skund, tí svartkjaftatíðin er nú. 55 ára gamli Boris Johnson fekk staðfest koronavirusið fyri nærum tveimum vikum síðani, og seinasta sunnukvøld varð hann innlagdur. Tað eru nógvar atfinningar ímóti Borisi Johnson og háttinum sum hevur verið nýttur at basa korona smittuni. Ført verður fram, at stjórnin bíðaði alt ov leingi, til 23. mars, við at seta neyðug tiltøk í verk. Seinu tiltøkini gera, at fleiri onnur fólk í stjórnarumsitingini eru smittað, millum annað ráðgevin hjá Borisi Johnson, Dominic Cummings, og innanríkisráðharrin, Mark Hancock. Cummings er í sóttarhaldi, meðan Hancock er vorðin frískur aftur. Unnustan hjá Johnson, Carrie Symonds, hevur eisini verið illa sjúk við korona sjúkueyðkennum. Uttanríkisráðharrin, Dominic Raab, stýrir landinum, meðan Johnson er sjúkur, men hann hevur avmarkaða heimild. Hann kann ikki koyra stjórnarlimir frá, og hann skal ikki halda vikuligan fund við Elizabeth drotning, eins og forsætisráðharrin skal. Tað er eisini ógreitt, hvør hevur myndugleikan til at leingja ella strika tilmælini í Bretlandi, tá tey fara úr gildi eftir páskir. Fólk kunnu venda sær til sóknarprestin við fyrispurningi um dóp og vígslu. Er talan um bráðneyðugar umstøður, eru dópur og vígsla eyðvitað ein møguleiki, skrivar folkakirkjan.fo. Fólk kunnu altíð ringja ella skriva til sóknarprestin, bæði, tá ið talan er um vanligar spurningar, sálarneyð ella aðrar átrokandi umstøður. Andlát og jarðarferð eru viðkvæmt og sárt øki, ið eigur at handfarast hóvliga og við størstu virðing. Tey avvarðandi eru vælkomin at venda sær til sóknarprestin um, hvussu jarðarferðin á virðiligan hátt í stillum kann fara fram í kirkjuni, skrivar heimasíðan hjá Fólkakirkjuni. Tíverri finnast upprunamyndirnar ikki einans sum svart hvítar í vánaligum kvaliteti. Ein teirra vísir forsangaran Damon Albarn veipa við ølini, sum hann seinni spýtti út og síðani mælti tey orð Your beer is shit . Men har eru tó nakrar myndir komnar undan kavi. Myndirnar stava frá einum Kodak filmi, sum lá eftir, tá limirnir í Blur vóru farnir av landinum aftur. Flestu myndirnar eru tiknar backstage beint áðrenn konsertina. Á myndini síggjast fleiri av íslendsku tøkningunum og limirnir í Blur allir uttan ein trummuleikarin Dave Rowntree. Tað kann geva ábendingar um, at tað er júst hann, sum er myndamaður. Tað sigst annars, at tað gekk vilt fyri seg eftir konsertina bæði í afterparty í Havnar Klubba og á Hotel Føroyum seinni um náttina. Einki av tí er avmyndað. Føroyski grunge bólkurin Mold hitaði upp fyri Blur hetta mikukvøldið. Fremst í myndini er Niklas Thorsteinsson, forsangari í Mold. Aftanfyri eru fleiri av hinum limunum í Mold. Maðurin í kovboyjakka, sum starir til høgru, er gittarleikarin í Blur, Graham Coxon. Tiltøkini, sum nú koma, vara frá 20.apríl til 4.mai, tá tey verða endurskoðað. Nakrir umlættingarstovnar lata upp 20.apríl, men fyrstu tíðina verður bara opið í dagtímunum. Stovnarnir eru Dáin í Klaksvík, Mýrusóljan í Runavík, Frítíðarheimið í Havn og Depilin á Sandi. Nøkur vard verkstøð lata eisini upp. Tey eru verkstaðið á Brekku í Klaksvík, Stíggjur í Runavík, Vón í Havn og Virkni í Havn. Fá í senn Byrjað verður við fáum fólkum í senn, serliga við teimum, sum búgva hjá avvarðandi og búgva sjálvi. Tey, sum eru í vandabólki, noyðast at bíða eitt sindur enn. Dagtilboðini Gloym meg ei í Klaksvik og Fjálvi í Havn lata upp eftir skipaðum leisti, har ikki ov nógv eru inni í senn. Tað sama er galdandi fyri dagtilhaldið í Skotarók. Meira fæst at vita á heimasíðuni av.fo. Eingin hevur fingið staðfest koronavirus seinasta samdøgrið, nú 10 undi hvørt fólk í Føroyum er kannað. Og talið av smittaðum í Føroyum er óbroytt síðani týsdagin, 184. Men koronadeildin, sum er vanlig songjardeild, hevur kortini nógv at gera, sigur Tummas í Garði, varastjóri við læknafakligari bakgrund í Sjúkrahúserki Føroya. Teir vórðu handtiknir við ólógligum passi á veg úr Brasil til Paraguai í marsmánaði. Teir hava rindað 800.000 dollarar hvør, tað svarar til 5,4 miljónir krónur hvør, í trygd fyri at verða latnir leysir úr fongslinum. Ronaldinho hevur havt stórar fíggjarligar trupulleikar eftir at hann gavst sum professionellur fótbóltsspælari, og tí eru fólk ovfarin av, at hann hevur rindað so stóra upphædd. Sagt verður, at hann skyldar 305 milliónir dollarar í umhvørvisavgjaldi, tí hann uttan loyvi hevur bygt eina bryggju tætt við húsini hjá sær við sjóvarmálan í Porto Alegre, har suðuri í Brasil. Kosmonautarnir, Anatolij Ivanisjin og Ivan Vagner, frá russiska rúmdarstovninum Roscosmos, og Chris Cassidy frá amerikanska rúmdarstovninum Nasa, vórðu skotnir út klokkan 9.05 í morgun føroyska tíð. Vanliga manngongdin, áðrenn rúmdafør verða skotin út, var ikki fylgd í morgun orsakað av koronasmittuni. Tá plaga manningin at hitta fjølmiðlar og biðja familju og vinum farvæl. Soleiðis var ikki í morgun. Manningin svaraði spurningum frá journalistum í gjár við telduposti. Reuters skrivar, at fyri at tað skal bera til, hava myndugleikarnir ein lista við krøvum, sum skulu tryggja, at talið av smittaðum ikki veksur. Tvey at týdningarmestu krøvunum eru, at øll, sum fara uttandurða skulu bera munnbind, og í sambandi við nýggjar smittutilburðir, skulu slóðirnar eltast neyvt, skrivar Reuters. Treytin fyri at myndugleikarnir slaka í smittuverndartiltøkunum er, at smittutalið er niðanfyri EIN. Við øðrum orðum, at hvør smittaður persónur í miðal breiðir smittuna víðari til minni enn ein persón. Fyri at tað skal bera til, mugu myndugleikarnir finna meira enn 80 prosent av persónunum, sum ein nýliga smittaður hevur verið í sambandi við seinastu 24 tímarnar, vísur útrokning. Týskland hevur eisini gjørt av, at øll, sum koma til landið, skulu í sóttarhald í 14 dagar, upplýsir týski innanríkisráðharrin, Horst Seehofer. Týskland er eitt av londunum í Evropa við flest staðfestum koronatilburðum, men at lutfalsliga fá eru deyð av virusinum. Meira enn 100.000 eru smittað, men umleið 1.500 eru deyð av koronavirusinum, sambært Worldometer. Týskland er eisini eitt at londunum, sum hava kannað nógv samanborið við onnur lond. Nú er klárt at fara undir at gera 91 grundstykki á Fossum í Klaksvík. Klaksvíkar kommuna skrivaði í gjár undir sáttmála við byggifelagið RTS, sum hevði lægsta tilboðið. Trý av fýra tilboðum vóru undir kostnaðarmetingini. Kostnaðarmetingin er slakar 37,5 milliónir krónur. Lægsta tilboðið, tað frá RTS, er slakar 31 milliónir krónur. 91 grundstykki Arbeiðið skal eftir ætlan byrja í mai. Í fyrsta byggistigi vera 21 grundøki til sethús og 13 til raðhús. Útstykkingin verður gjørd í trimum byggistigum, grundstykkini vera 91, 44 til sethús og 47 til raðhús. Jógvan Skorheim, borgarstjóri, sigur, at øll verkætlanin eftir ætlan skal taka trý ár, frá tí, at sáttmálin er undirskrivaður við arbeiðstakaran, og tað varð hann í gjár. Fyrstu grundstykkini verða lutað út í juni. SNA arkitektar hava projekterað verkætlanina á Fossum. Talið av ný skrásettum arbeiðsleysum, sum søkja um stuðul, vaks upp í 6,6 milliónir í síðstu viku, vísa nýggj tøl frá í dag, skírisdag. Roknað varð annars við, at talið fór at verða um 5,25 milliónir, sambært Infront TDN Direkt. 6,6 milliónir arbeiðsleys er eitt tað hægsta, sum nakrantíð er skrásett, og seinastu ferð tað var so stórt var í 1982, tá 695.000 fólk søktu um arbeiðsloysisstuðul. Seinastu tríggjar vikurnar er samlaða talið av nýggjum arbeiðsleysum farið uppum 16 milliónir. Nakrir ungir føroyingar við Paula Nolsøe á odda, tóku seg saman í 2003 at geva eina hjálpandi hond til børnini í Sierra Leone, sum í stórum tali vóru heim og foreldraleys eftir ræðuliga borgarakríggið frá 1992 til 2003. Fólk vórðu dripin í 100.000 tali og limir skornir av. Barnaheimið varð veruleiki til stóra hjálp fyri fleiri børn og bygdir í grannalagnum. Í 2010 varð ein vatnbrunnur gjørdur við barnaheimið, hann hevði stóran týdning fyri heimið og bygdina. Hetta varð gjørt við menningarhjálp úr Føroyum. Vit fylgja hesum arbeiði og hoyra sterkar søgur við myndum. Nakrir ungir føroyingar við Paula Nolsøe á odda, tóku seg saman í 2003 at geva eina hjálpandi hond til børnini í Sierra Leone, sum í stórum tali vóru heim og foreldraleys eftir ræðuliga borgarakríggið frá 1992 til 2003. Fólk vórðu dripin í 100.000 tali og limir skornir av. Barnaheimið varð veruleiki til stóra hjálp fyri fleiri børn og bygdir í grannalagnum. Í 2010 varð ein vatnbrunnur gjørdur við barnaheimið, hann hevði stóran týdning fyri heimið og bygdina. Ongin føroyingur varð staðfestur smittaður við koronasmittu í gjár. Hetta er triði dagurin upp í slag, at ongin eingin persónur er staðfestur smittaður við COVID 19. Heilsumálaráðið sigur í morgun, at eftir ætlan verða fáar kanningar gjørdar í dag, langa fríggjadag. Tí vera næstu kanningarúrslitini almannakunngjørd sunnudagin, páskadag. Fíggjarmálaráðharrarnir í ES samdust í gjárkvøldið um ein hjálparpakka uppá 1500 milliardir krónur, sum Íleggingargrunnurin skal lata smáum og miðalstórum fyritøkum í ES. 750 milliardir kr skulu nýtast tillønarískoyti og átøk á heilsuøkinum, og ein nýggjur menningargrunnur skal stula londini. Londini fáa stuðul svarandi til tvey prosent av bruttotjóðarúrtøkuni. 275 milliardir kr skulu nýtast til átøk ímóti covid 19 virusinum, og 20 milliardir kr verða settar av til flutning og heilsuútgerð, upplýsir danska fíggjarmálaráðið. Tilsamans er talan um ein hjálparpakka uppá fleiri túsund milliardir krónur Hjálparpakkin sjal vera klárur um tvær vikur, sigur formaðurin í europabólkinum, portugisiski fíggjarmálaráðharrin, Mário Centeno. 11 fólk hava fingið staðfest covid 19 virusið í Grønlandi, men tey eru øll vorðin frísk aftur. Allir 11 tilburðirnir eru í høvuðstaðnum Nuuk. Ongin persónur er staðfestur smittaður í Grønlandi síðani tann 4. apríl. Tilsamans eru 844 fólk kannað fyri koronasmittu í Grønlandi. Hóast góðu gongdina í Grønlandi, halda myndugleikarnir fast í tiltøkunum, sum millum annað merkir, at øll ferðing í Grønlandi er frámæld, bæði innanlands og uttanlands. Hetta er fyribils galdandi til tann 30. apríl. Frá 14. apríl verður tó stigvíst byrja aftur í skúlum og dagstovnum í øllum landinum uttan í Nuuk, har núverandi tiltøkini framvegis eru galdandi. Har skúlar og dagstovnar byrjar aftur, skulu fólk framhaldandi halda seg til tilmælini um eitt nú frástøðu, í mesta lagi vera 10 fólk savnað á einum stað í senn, skrivar grønlendska kringvarpið KNR. Hetta er fyrsta sending av trimum, har luttakarar skulu gita ymisk staðarnøvn í Vágum. Ólavur Clementsen, landmálari, hevur gjørt spurningarnar og er hann eisini dómari. Hóast kreppa er kring heimin av korona virusinum, so tykist alivinnan at klára seg enn. Prísurin er fallin nógv, og tí má sparast á teimum økjum har tað er møguligt. Tað sigur Atli Gregersen, stjóri í alifyritøkuni, Luna. Eg haldi meg til tað sum stýrið í ALS sigur, og tað er 20.000 krónur. Tað sigur Helgi Abrahamsen í aftursvarið til Sonju Jógvansdóttir, sum fyrr í dag heitti á landstýrið, um at seta eina skipan í verk, sum kann veita fult lønarendurgjald til fólk á privata arbeiðsmarknaðinum. Landstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum tekur sostatt ikki undir við, at landið setur eina lønarendurgjaldsskipan á stovn aftrat ALS. Enquiries about christening, marriage, practical issues, psychological problems or other urgent matters can be directed to the local vicar. Grundlógaravhoyring verður í Føroya rætti í dag, har ein útlendskur maður er skuldsettur fyri at hava hótt ein annan persón og fyri harðskap móti tænastumanni. Tað var seinnapartin í gjár, at løgreglan fekk fráboðan um, at ein maður hevði hótt við, at hann fór at taka lívið av einum persóni. Maðurin skal hava borið hóttanina fram fyri einum persóni, um ein triðja persón, sum ikki var hjástaddur. Av tí, at viðkomandi hevði knív uppi á sær, tá hann bar fram hóttanina, varð mett, at støðan var so mikið álvarsom, at tveir løgreglubilar vórðu sendir á staðið. Tá løgreglan kom til bygdina, var neyðugt at leita eftir manninum, ið var farin víðari og gekk millum nøkur hús. Tað eydnaðist at finna mannin, ið varð handtikin á staðnum. Tá hann varð handtikin, spýtti hann á ein løgreglumann, og verður tí eisini skuldsettur fyri harðskap móti einum tænastamanni. Eldur í bingjum Annars hevur talan verið um eina rættiliga friðarliga nátt hjá løgregluni. Boð vóru kortini eftir teimum í gjárkvøldið, tá eldur kyknaði í tvær bingjur, ið stóðu í grótbrotinum í Sandavági. Vitni sóu tveir skutarar fara av staðnum, og seinni um kvøldið fekk løgreglan eisini fatur á øðrum av førarunum. Talan var um ein ungan drong, ið nú er skuldsettur fyri at hava sett eld á bingjurnar. Teksturin til The Beatles stórhittið, Hey Jude, sum Paul McCartney skrivaði við hond í einum upptøkuhøli í 1968, varð í gjár seldur fyri 910.000 dollarar á eini uppboðssølu í New York, skrivar Danmarks Radio. Uppboðssølan varð hildin, tí tað í gjár vóru júst 50 ár síðan, at teir fýra beatlarnir fóru hvør til sítt. 250 lutir vórðu seldir á uppboðnum, sum var á netinum. Millum hinar lutirnar, sum vórðu seldir, var ein tekning hjá John Lennon og Yoko Ono, sum fór fyri 94.000 dollarar, og eitt øskubikar hjá trummuspælaranum, Ringo Star, sum varð selt fyri góðar 32 túsund dollarar. Um samfeløgini verða latin upp ov tíðliga og ov skjótt, kann tað hava við sær, at koronavirusið av álvara kyknar upp aftur, ljóðar ávaring frá heimsheilsustovninum, WHO, sambært BBC. Leiðarin, Tedros Adhanom Ghebreyesus, sigur, at lond skulu vera varin, tá tey linka um smittutálmandi tiltøkini. Eisini hóast tey merkja búskaparligu avleiðingarnar av tiltøkunum betur og betur. Bæði Spania og Italia, sum eru tey bæði harðast raktu londini í Evropa higartil, eru farin at linka um tiltøkini, eftir at gongdin er batnað munandi í seinastuni. Fegnast um gongdina Og WHO fegnast um, at smittútbreiðslan í fleiri evropeiskum londum gongur seinni nú. Stovnurin arbeiðir nú saman við stjórnum við ætlanum um at lata samfeløg uppaftur, segði Ghebreyesus. Men tað skal gerast við skili, ávaraði hann, sambært BBC. Stjórnin í Italia hevur longt avbyrgingina til 3. mai, men ætlanir eru um, at partar av tænastuvinnuni skulu lata upp aftur eftir páskir. Talan er millum annað um bókhandlar, handlar, sum selja barnaklæðir og vaskarí. Í seinna partinum í nýggju stuttrøðini um Hargaskaldið Poul F. verður greitt frá áhaldandi stremban hansara at verða viðurkendur sum eitt av fremstu skaldum í Føroyum. Poul F. kendi seg at vera fyri vanbýti og mismuni sum eitt umstrítt og forfjónað útjaðaraskald. Hann fór í hernað móti tí, ið hann skírdi hitt mentanarliga parnassið í Havn. Hann kennir seg tvíbýttan. Heimkærur er hann sum fáur, og unnist tí best í Suðuroy. Túrarnir á seiðabergi eru honum styrkjandi og linnandi til likams og sálar. Kortini kennir hann seg einsamallan og skerdan, tí í Suðuroy er ikki eitt livandi bókmentaligt og mentanarligt umhvørvi sum í Havn. Honum leiðist við dagliga gerningin sum traðar og verkamaður, og iðrar seg óivað um, at hann kendi seg noyddan at siga lærarastarvið frá sær, tó at hann vildi vera við, at lærarayrkið var mest andsoyðandi starv, ið hugsast kann. Kanska er tað ein grundleggjandi mistrivnaður, sum ger, at hann er nóg so váttligur. Barngóður var hann kortini sum fáur annar, og við abbabørnini var hann alskin og eymur. Hann fer aftur á slóðina at yrkja kvæði, vit hoyra um jólaferð til Sumbiar, og hvussu sterk løtan kendist honum, tá ið bygdamenn hansara 2. jólakvøld fóru á gólv við kvæði hansara, Stríðið á Húnalandi . Hóast hann á seinni árum varð heiðraður við almennum viðurkenningum sum rithøvundur og yrkjari, kendi hann seg øll árini forsmáddan. Stóra endurvekingin, sum Hanus G. Johansen fleiri ár seinni íbirti við sínum fólksligu sangum av hansara yrkingum, rungar nú sum eitt ekkó av tí, ið Poul F. í kenning plagdi at siga, og onnur tá flentu at eg livi, um eg doyggi Poul F. man vera ein hin kendasti og best umtókti føroyski yrkjarin. Í nýggjari tíð hevur fólkasangarin Hanus G. Johansen veitt honum stórfingna uppreisn við sínum mongu sangtulkingum av yrkingum hansara. Poul F. er gitin sum samfelagsrevsandi yrkjari, ivaleyst hin fyrsti av sínum slagi í Føroyum. Djarvur og bersøgin lýsti hann við broddi, speii og skemti evni, sum vóru forboðin og viðbrekin. Hann dugdi kortini annað enn at prika og øsa. Hann var fullbúgvið skald, hevði hollan málsligan førning og vítt útsýni, fosturlandsalskur rennur úr nógvum yrkingum, kvinnuni fagnar hann eisini við heitum og sansaligum orðum, men undir øllum bilgist kortini høvundans djúphugsan um tilveru og ævinleika. Fólkaskúlin letur upp aftur 20. apríl, tá næmingarnir frá forskúla og upp í 3. flokk skulu aftur á skúlabonk. Í løtuni arbeiða skúlarnir saman við koronatilbúgvingini fyri at skipa dagligdagin fyri bæði næmingar og lærarar. Vit mugu taka smá fet, heldur í smærra lagi enn í størra lagi, sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður í lærarafelagnum. Tilboðini upp á Bú og umlættingarheimið í Havn til børn og ung við autismu vóru ov høg í mun til kostnaðarmetingina, og tí hevur landsstýriskvinnan í Almannamálum ógildað útbjóðingina. Um tikið hevði verið av tilboði, sum var innkomið, hevði heimið kostað 56 milliónir krónur, og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir segði í mars, at hon helt, at tað var serdeilis høgt . Mark the Messenger er ein føroyskur alternativur popp bólkur , ið varð stovnaður á sumri 2018. Bólkurin hevur júst givið út sjálvnavndu debut EP ina Mark The Messenger, sum eisini verður framførd á hesi beinleiðis stroymikonsertini. Teir , sum mannað bólkin , eru Eyðun Ranason Nolsøe, guitar Bergur Fonsdal Johannesen, bass Tórður Dam Jacobsen, trummir Rasmus Vigant Samuelsen, keyboard og sang Reinsaríið skipar fyri konsertini, og fyritøkan AV Lux framleiðir stroymingina, sum KVF samsendir í sjónvarpinum. Eingin hevur fingið staðfest korona í Føroyum síðani mánadagin 6.apríl. 184 eru smittað og 157 teirra eru vorðin frísk aftur, sigur Landslæknaembætið í morgun. 5.509 fólk eru nú kannað. 125 fólk eru í sóttarhaldi. Í dag, páskadag, og verða fáar kanningar gjørdar. Næstu ferð, kanningarúrslit verða almannakunngjørd, verður týsdagin tann 14.apríl. Als hevur nú goldið 28 milliónir krónur í lønarískoyti, Seinasta útgjaldingin var mikudagin. Tá fingu tey 400 fólkini, sum ikki fingu mánadagin, lønarískoyti. Nú er goldið fýra ferðir. Talið nærkast nú teimum 4.000, sum sagt varð í fyrstani, at lønarískoytisskipanin hjá Als fór at umfata. Í morgun eru 3.602 fólk í skipanini. Og okkurt um 400 umsóknir eru ikki avgreiddar enn. Menn í meiriluta Og nú eru menninir í meiriluta, teir eru 1805 í tali og kvinnurnar eru 1797. Flest fólk eru skrásett í Suðurstreymi. Har fáa 1.645 fólk lønarískoyti. Síðani kemur Eysturoyggin, har 743 fólk fáa ískoyti, og í Norðoyggjum eru 413 fólk skrásett. Lægsta talið er í Sandoynni, har fáa 50 fólk lønarískoyti. Nøkur fólk, sum hava verið í lønarískoytisskipanini, eru farin aftur til arbeiðis. Als tekur ikki pengar úr grunninum sum er, men hevur fingið ein kassakreditt upp á 100 milliónir krónur frá Betri banka. Politiið hevur fingið tríggjar fráboðanir um teldupostar, sum fólk hava fingið, har biðið verður um 1.900 dollarar, 13.000 krónur. Verða pengarnir ikki goldnir, verður hótt við, at ónærisligar myndir av tí, sum hevur fingið teldupostin, verða sendar avvarðandi, vinum og kenningum. Politiið heitir á fólk um ikki at gjalda, men at strika slíkar teldupostar. The Faroese Research Council has teamed with a number of businesses to collect a total of DKK 2.5m earmarked for COVID 19 research. The Research Council has already approved an application for DKK 320,000 for a project entitled The mental health of Faroese employers during the COVID 19 lockdown . Vinnan hevur fingið loyvi til at bíða við at gjalda toll í tríggjar mánaðir. Tollur og avgjøld, sum skuldu verða goldin 28. apríl kunnu biða til 28. juli. Sama er galdandi fyri mai og juni. Tann tollurin og tey avgjøldini kunnu bíða til 28. august og 28. september. Innflutningsfyritøkur kunnu søkja Taks um tollkreditt. Tá fáa tær vøruna útflýggjaða alt fyri eitt, hon kemur til landið, uttan at gjalda innflutningsavgjøldini frammanundan. Longt tríggjar mánaðir Tey skulu so gjaldast 28. í mánaðinum eftir, at vøran er innflutt. Men nú er hesin kredittur longdur tríggjar mánaðir. Freistin at lata inn ársroknskap til Skrásetingina er eisini longd. Freistin er 1.juli, men tann dagurin er nú strikaðar fyribils. Nýggja freistin kemur í kunngerð, sum ikki er lýst enn. Í kunngerðini verða eisini ásettar reglur um at víkja frá vinnufelagarættarligum reglum viðvíkjandi freistum í sambandi við millum annað samanlegging og kloyving. Hjálparpakkarnir hjá landsstýrinum eru gjørdir í skundi og eisini skundaðir gjøgnum løgtingið. Tí er vandi fyri holum og ósæddum avleiðingum. Hetta gjørdi Vinnunevndin vart við, tá hon skrivaði álit um uppskotið um at broyta freistir í lógunum um vinnufeløg og roknskapir. Nevndin skrivar, at harumframt varð uppskotið ikki sent til hoyringar, áðrenn tað varð latið løgtinginum. Tí verður álit sett á landsstýrismannin um gjølla at eftirmeta hesar og aðrar lógarbroytingar í sambandi við hjálparpakka tvey og sum skjótast at koma í løgtingið við broytingum, skuldi tað víst seg, at lógirnar hava hol og ósæddar óhepnar fylgjur. Hol er tipt Millum annað var eitt hol í fyrsta hjálparpakkanum, og tað er nú tipt. Lógin forðaði ikki fyri, at fólk kundu fáa 40.000 krónur frá Als, 20.000 krónur í lønarískoyti og 20.000 krónur sum sjálvstøðugt vinnurekandi. Als fekk millum annað umsókn um fullan stuðul frá sjálvstøðugum vinnurekandi, sum upplýsti, at vinnuvirksemið er høvuðsvinna hansara. Inntøkan seinastu 12 mánaðirnar var 13.500 krónur. Við teimum reglum, sum vóru galdandi, hevði viðkomandi rætt til 20.000 krónur um mánaðin sum lønarískoyti. Inntøkan var tí 17 ferðir hægri enn áður. Eingin grind verður hildin til, so leingi tilmælini um frástøðu og um ikki at vera ov nógv fólk saman eru galdandi. Tað gjørdu teir tríggir sýsumenninir í Føroyum av, tá tilmælini komu. Í grindadrápi ber ikki til at halda hesi tilmæli. Tí er ikki loyvt at drepa grind nú. Karl Johansen, sýslumaður í Norðoyggjum og í Eysturoynni, sigur, at forboðið stendur við so leingi sum tilmælini frá myndugleikunum eru galdandi. Grindaboð hava ikki verið, síðani korona kom til Føroya. Talan er um sætta albumið hjá Volbeat, sum er danskur rokkbólkur, ið síðan 2013 hevur havt nógvan undanvind. Temaplátan, Seal the Deal og Let s Boogie, rakk til fjórðaplássið á Billboard 200 og tað hevði einans ein danskur bólkur roynt áður. Sjangruliga er talan um meira dent á rock og roll, enn heavy metal, hvat ein kann siga hevði verið øvugt á fleiri fyrr útgivnum Volbeat plátum. Ikki øll vóru fegin um hetta skiftið, men afurfyri vann bólkurin eina størri og fjølbroyttari lurtarafjøld. Páskadag, um sekstíðina á kvøldið, var Nólsoyar Páll komin 150 fjórðingar vestur úr Mykinesi. Hann var landnyrðingur í ættini við nógvum vindi og kavaroki. Spurningurin var ikki um, men nær, skipið fór runt. Luttakarar Jaspur Kruse, dekkari á Nólsoyar Páll Jógvan Finnur Tungá, dekkari á Nólsoyar Páll Jallgrím Jacobsen, messur á Nólsoyar Páll Heri Olsen, lærlingur á Tórshavn Radio Hanna Jørgensen, kona ein av manningini, ið gekk burtur Páskadag, um sekstíðina á kvøldið, var Nólsoyar Páll komin 150 fjórðingar vestur úr Mykinesi. Hann var landnyrðingur í ættini við nógvum vindi og kavaroki. Spurningurin var ikki um, men nær, skipið fór runt. Luttakarar Jaspur Kruse, dekkari á Nólsoyar Páll Jógvan Finnur Tungá, dekkari á Nólsoyar Páll Jallgrím Jacobsen, messur á Nólsoyar Páll Heri Olsen, lærlingur á Tórshavn Radio Hanna Jørgensen, kona ein av manningini, ið gekk burtur Talið av nýggjum smittutilburðum í Kina var í gjár 108. Tað er størsta talið síðani 6. mars, tá talið var 143. 28. mars setti stjórnin innferðarbann fyri øllum ferðafólkum úr øðrum londum. Kinesiskir stjórnarmiðlar skriva, at tað í stóran mun eru ferðandi, sum ferðast heim aftur til Kina umvegis russiska býin Vladivostok, ið hava fingið staðfest smittuna seinastu dagarnar. Fleiri enn 300 smittutilburðir eru staðfestir í kinesiska býnum Suifenhe, sum er tætt við russiska markið. Myndugleikarnir hava tí gjørt av, at markið til Russlands skal steingjast fyri øll ferðandi. Fólk í býnum Suifenhe eru nú avbyrgd, og sleppa bara til handils triðja hvønn dag. Annars skulu øll vera við hús. Tað skrivar South China Morning Post. Higartil hevur Kina almannakunngjørt, at 82.160 fólk hava fingið stafest koronavirus, meðan 3.341 fólk eru deyð av smittuni, skrivar BBC. Fjórða sending um kirkjubygging í Føroyum er framhald av triðju sending um trækirkjurnar. Umframt tær tíggju flagtaktu trækirkjurnar eru eisini aðrar kirkjur úr viði, summar væl eldri enn tær. Til dømis dómkirkjan. Upprunaliga líktist hon teimum gomlu bygdakirkjunum, men hon varð umbygd, og tá høvdu tey, sum stílaðu fyri kirkjbygging, fingið aðrar hugmyndir um, hvussu kirkjurnar skuldu síggja út. Millum annað verður innbúgvið málað, og kirkjunar fáa hválv. Flagtaktu, svarttjøraðu trækirkjurnar munnu vera tær vit fata sum serliga føroyskar kirkjur. Ikki løgið, at filmsmaðurin Niels Malmros valdi sær Kollafjarðar kirkju til filmin um Barbu. Tíggju kirkjur eru av hesum slagnum í landinum, og tær eru allar bygdar í sama tíða bili. Hóast tær líkjast nógv, so hava tær allar síni se ligu frámerki, sum smiðir og kirkjufólk hava sett á tær. Semjan kemur í kjalarvørrinum av, at altjóða koronakreppan hevur við sær, at eftirspurningurin eftir olju er minkaður nógv. Summar metingar siga, at eftirspurningurin er minkaður við einum triðingi. Tað er størsta skerjing í oljuframleiðslu nakrantíð, siga fleiri útlendskir miðlar frá. 10 prosent eru góðar 10 milliónir tunnur um dagin, sum framleiðslan minkar nú. Síðan verður hon spakuliga økt aftur í summar og í vetur. Oljuprísurin fall nógv herfyri, júst tí OPEC londini ikki funnu eina semju um at skerja framleiðsuna. Serliga vóru tað Russland og Saudiarabia, sum ikki komu ásamt um treytirnar. Tað hevði við sær, at virðið á partabrøvunum fall nógv, men eftir semjuna í gjár fóru tølini so smátt upp aftur summastaðni. Enn er tó ikki greitt um tað heldur á, tí langtíðarútlitini fyri oljueftirspurninginum eru framvegis døpur. Nevndin, sum varð stovnað í 2017, er í stóran mun mannað av stjórnarflokkinum Lóg og Rættvísi og nevndin hevur longu verið til verka. Í mars tóku teir órini frá dómararnum Igor Tuleya, sum hevur verið ógvuliga atfinningarsamur móti flokkinum. Tað merkir, at hann nú kann rættarsøkjast. Órini varð tikið frá honum, tí hann var ákærdur fyri einaferð at hava latið ein journalist sleppa inn í rættarhølini, hóast hesin ikki hevði galdandi loyvi. Verður hann dømdur sekur fyri brotið, skal dómarin í fongsul. Fleiri politikarar í Póllandi, teirra millum fyrrverandi forsetin í ES ráðnum, Donald Tusk, hava sagt, at heldur Pólland fram við einum politikki, sum víkir so nógv frá ES reglum, so er vandi fyri, at Pólland ein dag ikki er partur av ES meira. Stjórnin í Póllandi hevur sagt, at hon fer at nærlesa niðurstøðuna hjá ES dómstólinum, men at hon samstundis finst at ES fyri at gera seg inn á frælsið hjá einum sjálvstøðugum landi at stýra sær sjálvum. Forsetaval verður eisini í Póllandí næsta mánað, hóast landið er meint rakt av koronasmittuni. Veljast skal ikki á valstøðum, men við brævatkvøðu. Tað varð staðfest í nýggjari lóg, sum varð samtykt í síðstu viku. Tað hevur fingið fleiri at seta spurnartekin við fólkaræðið í valinum, tí ikki øll hava somu møguleikar at velja við brævatkvøðu, og sannlíkt er, at fleiri als ikki hava møguleika at taka lut í valinum. Fleiri stúra eisini fyri fólkaræðisligu mannagongdunum í eitt nú Ungarn, har forsætisráðharrin, Viktor Orban, at kalla einsamallur hevur ræðið. Har er lóg samtykt, sum gevur honum heimild at stýra landinum við kunngerðum meðan heilsukreppan stendur á, men lógin hevur onga dagfesting nær hon fer úr gildi. Longu um hálvan februar søgdu heilsufakfólk í USA, at koronasmittan fór at verða ein hóttan í USA og fleiri mæltu til, at seta í verk sosiala frástøðu og at steingja arbeiðspláss. Tað vísa skjøl, sum amerikanskir miðlar hava fingið innlit í. Tað gingu tó tríggjar vikur áðrenn stjórnin tók neyðugu stigini at basa smittuni. Stjórnin og forsetin hava víst hesum aftur við millum annað at vísa á, at tað var tíðliga stongt av fyri ferðing til og frá Kina. Nú sigur Anthony Fauci, høvuðsráðgevi hjá amerikonsku stjórnini, tó, at hald er í tíðindunum. Hann sigur við CNN, at ráðini um at mæla fólki til at halda frástøðu fingu kalda móttøku og at høvdu líknandi tiltøk verið sett í verk tíðliga, so kundu mannalív verið bjargað. Anthony Fauci leggur tó dent á, at talan er um stórar avgerðir, sum skulu takast allatíðina og at tey sum heilsumyndugleiki bara kunnu mæla stjórnini til at gera tiltøk, men ikki at seta tey í verk fyri tey. Um hálvan februar, tá stjórnin varð tilmæld at seta tiltøk í verk fyrstu ferð, vórðu 15 staðfest smittað í USA. Í dag eru tað næstan 560.000 smittað og fleiri enn 22.000 eru deyð. At Anthony Fauci nú váttar tíðindini, hevur fingið fleiri at krevja, at hann skal koyrast frá fyri at tala stjórnini, sum hann tænir, ímóti. USA er hart rakt av korona smittuni í løtuni. Enn er ikki greitt, nær tað verður slakað í tilmælunum, men Anthony Fauci segði við CNN í gjár, at seinast í apríl kunnu tilmælini eftirmetast. Heimurin er tætt knýttur saman í dag, og tí er støðugur vandi fyri, at COVID 19 kann stinga seg upp aftur og bróta út av nýggjum, segði aðalskrivarin, Tedros Adhanom Ghebreyesus, á tíðindafundi í gjár. Ein trygg og góð koppseting er neyðug, um smittuútbreiðslan skal steðgast endaliga, segði aðalskrivarin hjá World Health Organization. Sambært Heimsheilsustovninum eru tíggju ferðir fleiri fólk higartil deyð av COVID 19 enn tað doyðu av H1N1, svínakríminum, sum fór um heimin í 2009. Samstundis, sum fleiri granskingartoymi av øllum alvi royna at menna eina koppseting, royna fleiri heilivágsfyritøkur heilivág, sum longu finst, fyri at vita, um hann riggar móti COVID 19. Fólk skulu halda aftur við at keypa sær ferðir til summarfrítíðina. Tað sigur forkvinnan í ES kommisiónini, Ursula von der Leyen, við týska blaðið, Bild. Mítt tilmæli er, at fólk bíða við tílíkum ætlanum, tí eingin kann koma við álítandi forsøgnum fyri juli og august, sigur Ursula von der Leyen. Í Danmark verður frárátt at ferðast uttanlands til 10 maj. Í Føroyum er onki dato sett á, nær fólk kunnu ferðast uttanlands aftur. 1.535 fólk í USA eru deyð av koronavirusinum seinasta samdøgrið. Tað skrivar Danmarks Radio á heimasíðuni. Dagin fyri doyðu 1.469 fólk í USA. Tilsamans eru 23.608 fólk deyð av virusinum í USA, og í løtuni eru næstan 582.000 tilburðir staðfestir í landinum. Roknað verður við, at nógv fleiri enn so eru smittað. Næstan 44.000 eru vorðin frísk aftur. USA er tað landið í heiminum, har flest fólk eru deyð av koronasmittuni. Í Italia eru 20.465 fólk deyð, í Spania 17.756 og í Bretlandi 11.329. Tað vísa seinastu tølini frá John Hopkins universitetinum. Fiskamarknaðurin, sum plagar at taka samanum eina ferð um vikuna, skrivar í gjár, at eitt línuskip er úti, men frystilínuskipini eru øll úti. Bara ein djúpvatnstrolari fiskar, og hann fiskar stinglaks. Um partrolararnar verður sagt, at fimm pør eru til fiskarí, trý fiska gulllaks. Ein trolbátur er norðanfyri. Hinir fara út nú eftir páskir. Trý garnaskip fiska svartkalva. Um útróðurin sigur Fiskamarknaðurin, at streymurin verður góður, og veðrið verður gott frá hósdegnum. So kanska verður nakað av útróðri. Nýggja koronaráðgevingin við fakfólki frá millum annað Arbeiðs og brunaeftirlitinum og deildini fyri Arbeiðs og almannaheilsu er nú virkin, skrivar Arbeiðs og brunaeftirlitið. Nýggja ráðgevingin skal hjálpa almennum stovnum, fyritøkum, felagsskapum og øðrum við at skipa arbeiðið á bestan hátt, samstundis sum smittuútbreiðsla verður tálmað í mest møguligan mun. Koronalinjan svarar nú bara gerandisdagar frá 10 til 15, og svarar ikki um vikuskiftið. Orsøkin er, at færri ringja nú, enn tá koronalinjan byrjaði, skrivar corona.fo Umleið ein triðingur av teimum, sum sleppa inn at lesa eina bachelor útbúgving á setrinum, sleppa inn við kvotu 2, har hugt verður at meira enn bara miðnámspróvnum. Rannvá Dávadóttir, lestrarskrivstovuleiðari, sigur frá, hvat er gott at hava við í einari slíkari umsókn, og tað er meira, enn tú kanska gongur og trýrt. Ferðaætlanin hjá Strandfaraskipum landsins heldur fram til 20. apríl. Bygdaleiðir eru byrjaðar aftur at koyra í morgun, men bussarnir koyra bara eftir tilkalling. Bygdaleiðir koyra millum Havnina og Klaksvík, Havnina og Vestmanna, Havnina, flogvøllin og Sørvág, millum Klaksvík og Viðareiði, millum Skopun og Skálavík og í Suðuroynni. Beint fyri páskir bjóðaði morgunsendingin lurtaranum at senda inn hugleiðingar um, hvussu tey uppliva tíðina, sum vit liva í. Hetta kundi vera ein yrking, ein stuttsøga ella okkurt heilt annað. Útboðið av list og mentan er munandi skert, nú korona tiltøkini eru um landið, ja, um allan heimin. Og ein mentanarstovnur, ið er merktir av koronatiltøkunum, er Listasavn Føroya. Vit tosa við Karinu Lykke Grand, stjóra á Listasavni Føroya, um hvat hetta merkir fyri listasavnið. Tú kanst hoyra samrøðuna her Tað er ov tíðliga, at lata dagstovnar og skúlar upp longu nú. Føroyar skuldu heldur bíða við at tikið slíkar avgerðir, til vit síggja, hvat stóru evropeisku londini gera. Shahin Ga ni sigur í samrøðu við danska blaðið, Politiken, at hann saknar eina neyva grundgevinging fyri, hví skúlar og dagstovnar skulu lata upp nú. Shahin Ga ni skilur kortini grundgevingina um, at foreldur skulu aftur til arbeiðis, og tí mugu fáa børnini ansað á stovni ella aftur í skúla. Í Føroyum er eingin tilburður av COVID 19 sjúkuni staðfestur síðani 6. apríl. Enn er kortini ov tíðliga at siga, at smittuvandin er av. Í staðin fyri at skunda okkum, at taka avgerðir, skuldu vit heldur bíðað við at lata skúlar og dagstovnar upp, so leingi, sum tilber, heldur Shahin Ga ni. Hoyr eina longri samrøðu við Shahin Gaini. Hósdagin 2. apríl frá klokkan 10.00 til 10.30 varð skipað fyri fuglabingo. Tá bar til at telja fugl heima í stovuni. Í barnaútvarpinum hesa ferð fara vit at fregnast at vita, hvussu nógv taldu fugl og hvørjir fuglar vóru at síggja. Sjúrður Hammer fer at greiða frá. Í hesum døgum letur Steintór Rasmussen úr hondum nýggju barnabókina Tvøri og Tvassa, sum Steintór hevur skrivað, meðan Eydna J. Steinberg eigur tekningarnar í bókini. Vit tosa við tey bæði fyrst í sendingini. Nýggjur heimildarfilmur um Poul F. Joensen varð vístur í Kringvarpinum á páskum. Vit tosa við Suna Merkistein, sum saman við Hans Peturi Hansen, gjørdi sendingarnar. Vit spyrja millum annað, hvussu tað er at finna javnvág millum innihald og tekniskar upptøkumøguleikar. Tú kanst hoyra sendingina her Bókin Tvøri og Tvassa vendir sær til børn í barnagarðsalduri, og snýr seg um eina umvenda verð, har skipini flúgva, flogføriini sigla og børnini eru sum vaksin, meðan tey vaksnu er sum børn. Steintór Rasmussen eigur hugskotið og tekstin til bókina, meðan Eydna J. Steinberg hevur gjørt tekningarnar. Bókin telur góðar 20 síður, støddin er A4, og er í stívari permu. Tú kanst hoyra samrøðuna við Steintór og Eydnu her Vøggustovur, barnagarðar og 1. til 3. flokkur í fólkaskúlanum byrja aftur mánadagin í næstu viku. Samstudis skulu eldru næmingarnir hava fjarundirvísing. Nógv ivamál eru, og hesi verða viðgjørd í dagsins útgávu av Hvat nú Føroyar. Landsins fremst serlækni í infeksjónsmedisini mælir frá, meðan námsfrøðingar óttast avgerðina. Løgmaður heldur tó fast. Føroyar skulu latast spakuliga uppaftur. Tað ber ikki til at halda samfelagið lukkað í allar ævir, sigur løgmaður. Hans Jón Thomsen, skúlastjóri í Hoyvíkar skúla, so er tað umleið ein triðingur av næmingunum í 1. til 3. flokki í Hoyvíkar Skúla, sum ikki byrja aftur í skúla mánadagin. Fleiri foreldur, sum skúlin hevur verið í samband við, ynskja meira kunning frá skúlanum og frá myndugleikunum, áðrenn tey vilja lata børnini fara aftur í skúla. Hóast tilmælið frá myndugleikunum er, at vit skulu halda frástøðu til hvønn annan, so verður nærvera ein partur av nýggja gerandisdegnum, nú dagstovnar lata uppaftur mánadagin. Vit bera ov skjótt at, sigur Shahin Gaini, serlækni í infektiónssjúku, nú skúlar og barnagarðar gera klárt til at taka ímóti børnum. Hann óttast, at tað kann koma okkum aftur um brekku. Fysioterapeutarnir hjá NB fysioterapi hava fingið grønt ljós frá heilsumyndugleikunum at fara í gongd aftur. Tó verða fyrivarni tikin, millum annað sleppa eldri og sjúk ikki til fysioterapi, og roynt verður at avmarka fysiska sambandið. Men er neyðugt við vøddamýking, so verður tað gjørt. Meðan nakrar hárfríðkanarstovur lata upp aftur í dag, eru framvegis fleiri stongdar. Kringvarpið hevur tosað við fleiri frisørar í dag, sum eru ørkymlaðar og halda, at boðini frá myndugleikunum eru ov ógreið. Fyri fleiri er tað ein spurningur um mistar inntøkur, sum fær tær at lata uppaftur. Samstundis siga fleiri, at tað tykist ikki vera væl sæð millum fólk, nú tær lata uppaftur. Tað skapar eina trupla støðu hjá frisørum, at tær sjálvar skulu gera av, um tær lata upp ella ikki, sigur Ann Jógvansdóttir, sum eigur og rekur Júniik. Sjálv hevur hon valt at hava stongt, fyribils. Ivaspurningarnir eru nógvir, nú samfelagið so smátt skal latast uppaftur. Ein serlig koronaráðgeving við fakfólki at svara spurningum er farin at virka. Fyrsta dagin, ið ráðgevingin var opin, fekk hon 60 sendandi inn. Heldur ikki seinasta samdøgrið er koronasmittan staðfest í Føroyum, upplýsir landslæknaembætið í morgun. Seinast, boðað var frá smittu, var mánadagin 6. mars. 184 fólk í Føroyum hava fingið korona, og nú er 18 eftir, sum ikki eru vorðin frísk aftur. Eingin av teimum er innlagdur á sjúkrahús. Í tíðindaskrivi upplýsir Felagið peningastovnar, at farið verður burtur frá gomlu Cryptomathic innritanini, umframt at Lønarportalurin verður avtikin. Sambært felagnum er orsøkin, at Cryptomathic verður ikki longur mett at vera ein trygg innritanarloysn fyri kundarnar. Tí verður hesin háttur at rita inn í Netbankan og Lønarportalin ikki longur tøkur tann 29. mai 2020. Sambært føroyskum peningastovnum innrita flestallir føroyingar við NemID í Netbankanum, tó at nakrir fáir privat og vinnukundar framvegis brúka Cryptomathic innritanina til Netbankan og nøkur vinnurekandi til Lønarportalin. Ætlanin er at skifta tveir nevndarlimir út. Fyrrverandi føroyska flogvallarstjóran, Jákup Sverra Kass, og varastjóran í Royal Arctic Line, Avi ja Lyberth Lennert. Í teirra stað ætlar sjálvstýrið millum annað at seta Niels Thomsen, fyrrverandi formann fyri Demokratarnar. Avgerðin hevur vakt ans í Grønlandi, og grønlandska blaðið Sermitsiaq skrivar, at talan er um eina politiska avgerð. Sambært blaðnum verður Niels Thomsen løntur fyri at hava stuðlað Kim Kielsen, grønlendska landsstýrisformannin, í ætlanini at byggja flogvallirnar, tá politiskt rumbul var um ætlanina. Niels Thomsen var ein av stóru vinnarunum seinasta val, og hann var avgerandi fyri, at Demokratarnir fóru í samgongu við Siumut, so Kim Kielsen kundi halda fram, sum landsstýrisformaður. Samstundis kemur broytingin í kjalarvørrinum av, at grønlendska landsstýrið hevur gjørt broytingar í nevndunum í Visit Greenland og felagnum Illuut A S. Sambært Sermitsiaq varð tað longu avgjørt 2. apríl, at gera broytingar í øllum trimum nevndum í ótíð. Broytingarnar í Visit Greenland og Illuut A S, sum grønlendska landsstýrið eigur, vórðu framdar sama dag. Maliina Abelsen, fyrrverandi forkvinna í Visit Greenland og fyrrverandi tinglimur fyri IA, upplýsir fyri Sermitsiaq, at hon hevur fingið at vita, at talan er um eina politiska avgerð. Tað bar kortini ikki til at gera líka skjótt av í Kalaallit Airports, har danski staturin eisini eigur í felagnum, og harvið skal góðtaka broytingar í nevndunum. Aðalfundur í felagnum verður 24. apríl. Hinir báðir limirnir í nevdini eru Jóhannus Egholm Hansen, formaður, og Finn Gaarsmand, nevndarlimur. Brennistøðin var tá afturlatin í fýra mánaðir. Hesa tíðina varð alt burturkastið, sum skuldi brennast, ballað og lagt í grótkastið úti á Vík í Leirvík, tætt við brennistøðina. Tað segði hann á tíðindafundi í nátt okkara tíð, skrivar Danmarks Radio. Trump segði, at hann hevur givið umsitingini boð um at steðga gjaldingunum í øllum førum fyribils. Amerikanski forsetin, Donald Trump, stúrir fyri, at amerikanska gávublídnið er vorðið misnýtt undir koronakreppuni, sum hann orðar seg. Trump hevur fleiri ferðir síðstu vikurnar funnist at WHO. Millum annað heldur hann, at Heimsheilsustovnurin skuldi havt lýst virusið sum eina heimsfarsótt fyrr, enn WHO gjørdi. Donald Trump heldur eisini, at WHO hevur verið í parti við Kina, og hevur borið fram rangar upplýsingar úr Kina um virusið, sum hevur gjørt, at útbrotið varð størri enn tað kundi havt verið. WHO er undir ST, og USA er størsti einstaki fíggjarin. Í fjør rindaði USA 2,7 milliardir til WHO. Trump segði í nátt, at hann nú fer at hyggja nærri at, hvat peningurin í staðin skal nýtast til. Hetta er tann lættasti og besti mátin, at fáa manningina aftur til Føroyar eftir páskafrítíðina, sigur Per Jonsson, deildarleiðari fyri NCC Civil Engineering Norge, sambært tíðindaskrivi frá felagnum. Orsøkin er, sambært felagnum, at tað í hesum døgum er næstan ógjørligt at fáa manningina millum Norra og Føroyar gjøgnum vanliga rutunetið. Sambært felagnum er hetta eisini við til, at minka um korona smittuvandan. Havandi smittuvandan í huga, er hetta eisini ein góð loysn. Av tí, at einans okkara starvsfólk eru umborð, eru vit avbyrgd og ikki í samband við onnur, ið ferðast til og frá oyggjunum. Harumframt eru vit heldur ikki saman við íbúgvunum í Føroyum, tá vit arbeiða og búgva har, sigur Aage Lien, økisleiðari fyri tunlar í NCC Civil Engineering. Vit fingu ikki minni enn ein hvøkk burtur í haga leygardagin í páskavikuni. Ovast uppi á Oyggj møttu vit hesum ógvusliga spreingiholi. Tað skal ein sterk megi til at gera eitt tílíkt hol, og tí eri eg í øllum førum glaður fyri, at eingin var í nánd, tá hetta hendi, leggur Bjørn Patursson dent á. Sjálvir siga teir, at utgávan tekur lurtaran gjøgnum eina ferð av miseydnaðum kærleika, tó søgd á ein lættan og glaðan hátt. Hetta er ein alternativ og funkutt tulking av nýmótans popptónleiki. Nøkur hava keypt ferðaseðil við Norr nu, sum fer í sigling aftur í annaðkvøld. Norr na fer til Danmarkar í annaðkvøld og haðani aftur til Føroya leygardagin. Men av tí, at fólk hava spurt, um tey kunnu koma við, verða ferðaseðlar seldir. Men teir eru ikki nógvir, verður upplýst hjá Smyril Line. Tá Vigdís Finnbogadóttir á fyrsta sinni stillaði upp í 1980, vann hon ein tepran sigur. Hon vann valið við 33,6 prosentum av atkvøðunum, sum bert var hálvtannað prosent meir enn nummar tvey, ið fekk 32,1 prosent av atkvøðunum. Við tíðini vann hon hjørtuni á at kalla øllum íslendingum. Tá ið hon stillaði uppaftur í 1984, stillaði eingin upp ímóti henni. Í 1988 vann hon valið við 92 prosentum av atkvøðunum, og í 1992, tá ið hon stillaði upp fyri síðstu ferð, var aftur einki mótvalevni og hon varð afturvald. Í nýggjársrøðu síni í januar í 1996 boðaði Vigdís Finnbogadóttir frá, at hon ikki stillaði uppaftur til forsetavalið. Hoyr Petur Petersen, føroyska sendimannin í Íslandi, greiða frá um Vigdís Finnbogadóttir Føroya Pedagogfelag hevur í morgun sent krav til arbeiðsgevararnar um, at tey starvsfólk, sum hava verið og fara til arbeiðis meðan koronafarsóttin herjar, skulu fáa eina serliga vandaviðbót. Starvsfólkini hjá felagnum hava rætt til eina vandaviðbót, tí tey verða kravd, at seta sína egnu heilsu í vanda við at fara til arbeiðis, heldur felagið. Tí meðan onnur starvsfólk fáa serliga persónliga smittuverju ella útgerð fáa teirra limir einki slíkt, sigur Føroya Pedagogfelag í tíðindaskrivi í dag. Útlitini hjá ferðavinnuni eru einki serlig í ár. Ferðavinnuráðið vil samráðast við landsins myndugleikar um, hvussu ferðavinnan skal skipast ella bjargast. Útgerðin, sum skal fáa róðrið hjá skipinum at virka skjótari, verður nú sett upp. Róðrið hjá Hasfjord skal gerast betri, so tað virkar skjótari. Hasfjord, ið skal flyta tungan farm í Skopunarfirði, kom til Føroya 20. februar. Men skipið liggur enn í Havn, nú skjótt tveir mánaðir eru farnir, síðani tað kom. Hasfjord hevur bara eina skrúva har afturari. Tá skipið skal snara um seg sjálvt bæði í Skopun og á Gomlurætt krevst, at róðrið virkar skjótari enn tað ger nú. Tað arbeiðið skal MEST gera. Tá Hasfjord sigldi í Noregi hevði tað ikki fyri brúk fyri júst tí, at snara um seg sjálvt. Tjóðbankin leggur, sambært DR, ikki fingrarnar millum Danmark er mitt í einari søguligaru kreppu orsakað av korona. Áðrenn juli skal danski staturin fáa til høldar 250 milliardir krónur fyri at kunna fíggja teir stóru hjálparpakkarnar, sum eru samtiknir í Fólkatinginum. Jakob Ussing, vinnulívsserfrøðingur hjá DR, sigur, at tað sigur í grundini alt um, hvussu álvarslig kreppan er. Men eisini, hvussu umfatandi hjálparpakkarnir, sum danski staturin hevur samtykt fyri at bjarga fyritøkum og arbeiðspláss, eru. Vanliga hevði staturin einans havt tørv á 50 milliardum krónum, fyri at fíggja virksemið hetta stutta tíðspunktið. Tað vil siga, at vit tosa um ein ferfalding av fíggingartørvinum, og tað hava vit ikki upplivað áður, staðfestir Jakob Ussing. Danski Tjóðbankin metir tó, at útgangsstøðið hjá danska statinum, at lyfta fíggjarligu byrðuna, er gott. Helvtin av teimum 250 milliardunum skulu lánast, og har er Danmark væl fyri. Tí landið hevur lítla skuld, ein væl fíggjaðan almennan geira og fær bestu viðmæli, sum eru trý A, frá øllum altjóða kreditmetingarstovnunum. Tað ger tað lættari og bíligari at lána pengar á altjóða fíggjarmarknaðinum. Jakob Ussing heldur, at tað góða er, at hetta hendir meðan rentan er lág. Men tað er væntandi, at rentan fer at hækka nógv, tí nógv onnur lond eisini skulu út at lána nógvar pengar. Gilgamesj Viderø hugleiðir er nýggj ella kanska rættari enn ikki útgivin bók , sum er á gáttuni. Vit tosa við prest og lektara, sum hava lisið hugleiðingarnar hjá Viderø. Herfyri kom yrkingasavnið Fragmentir hjá Daniellu Andreasen út á forlagnum Eksil. Tað serstaka við hesum savni, er at tað bert er tøkt sum talgilt verk. Vit tosa við útgevaran. Hoyrið sendingina her Í gjárkvøldið sendi Felagið peningastovnar út skriv, at gamla innritingarskipanin verður stongd 1. juni, og tí mugu tey, ið nýta gomul innritingarskipanina, stovna eina NemID konto. Tað var annars fyri júst fimm árum síðani, at bankarnir sleptu kravinum um skráseting í NemID, sum treyt fyri at nýta netbankan eftir trýsti frá bæði brúkarum og politikarum. Maðurin handan Sprotan, Jonhard Mikkelsen, fekk í kvøld ein stóran íslendskan heiður. Jonhard Mikkelsen fekk nevniliga handað heiðursløn Vígdisar Finnbogadóttir á hátíðarhaldi í sambandi við 90 ára føðingardag hennara, sum eisini varð sent beinleiðis í íslendska ríkissjónvarpinum. Hetta er fyrstu ferð, at virðislønin, sum er stovnað í sambandi við at fyrrverandi íslendski forsetin fyllir hálvfems ár í dag, verður latin. Og hon verður latin fyri munaverd avrik máli og mentan til frama. Sama hvussu eg seti orðini saman í dag, so raki eg helst ikki akkurát tað, sum eg fegin vil siga. Orsøkin er tann, at eg eri bæði ovfarin og ovurfegin um somu leið. Ovfarin, tí eg havi ongantíð hugsað tankan, at nakar uttan fyri Føroyar fór at gáa um tað arbeiði, sum eg og míni fólk gera í Sprotanum. Og hjartansfegin um at fáa ein heiður, ið ber navnið á Vígdis Finnbogadóttir. Levi og Rannvá ganga í 6.flokki í skúlanum við Løgmannabreyt. Tey halda, at tað er keðiligt, ikki at sleppa í skúla. Tey sakna skúlan og at vera saman við vinum. Heldur ikki hetta seinasta samdøgrið er koronasmitta staðfest í Føroyum, upplýsir landslæknaembætið í morgun. Nú er engin smitta staðfest í tíggju dagar. 5.765 fólk eru nú kannað. Tey vóru 5.602 í gjáramorgunin, so 163 fólk blivu kannað í gjár. Sambært corona.fo eru nú 34 fólk í sóttarhaldi, og eingin er innlagdur. Triðja árs næmingar á øllum breytum skulu til tvær próvtøkur, annað árs næmingar á Fyrireikingarbreytini skulu til fýra próvtøkur, og næmingarnir í fyrsta og øðrum skulu ikki til próvtøku í summar. Tað ger, at føroyingar sleppa sum fyrr í danskar útbúgvingarstovnar. Á heimasíðuni ummr.fo sæst, hvussu próvtøkurnar verða í summar. Næstan 5.000 fólk í USA eru deyð av koronavirusinum seinasta samdøgrið. Tøl frá John Hopkins universitetinum vísa, at 4.852 fólk eru deyð, og tað er hægsta deyðatalið upp á 24 tímar í USA higartil. Næstseinasta samdøgrið doyðu 2.384 fólk, so hækkingin er 103,5 prosent. Høga deyðatalið kann vera komið, tí New York City hevur uppmett tølini fyri fólk, sum eru deyð av koronavirusinum við 3.700, skrivar DR. USA er tað landið í heiminum, har flest fólk eru deyð av COVID 19. Tilsamans eru 30.844 fólk deyð, og í løtuni eru umleið 638.000 smittað. Harafturat verður roknað við, at myrkatalið er stórt. Tað er serliga í New York City, at virusið ger um seg. Samstundis sigur Donald Trump, at USA hevur lagt tað ringasta afturum seg í stríðnum móti koronavirusinum, skrivar BBC. Dáturnar benda á, at tað ringasta er av, tá tað snýr seg um nýggjar tilburðir. Vónandi heldur góða gongdin fram, segði Donald Trump á tíðindafundinum. Tá Donald Trump varð spurdur um, hví New York hevur so høg deyðatøl í mun til samlaða talið í heiminum, skuldsetti hann onnur lond fyri at lúgva um tølini. Amerikanski forsetin, Donald Trump, segði eisini, at USA kannar møguleikan fyri, at koronavirusið kom úr eini royndarstovu í Wuhan heldur enn á einum djóramarknaði. Mjølnir er føroyameistari í flogbólti í ár. Landskappingin í flogbólti er endað. Nevndin í Flogbóltssambandi Føroya hevur avgjørt, at landskappingin hjá øllum liðum endar nú. Tað merkir, at Mjølnir er føroyameistari hjá bæði kvinnum og monnum í Meistaradeildini. Mjølnir er eisini steypavinnari hjá monnum. Níggju dystir eru eftir at spæla í Meistaradeildini hjá kvinnum, og hjá monnum eru átta dystir eftir at spæla, nú flogbóltsárið endar í ótíð. Jan Mortensen, stjóri í Lønardeildini, sigur, at dagsstovnarnir lata upp eftir tilmæli frá samdari epidemikommissjón, sum er læknafakligi serkunnleikin. Tí eru hvørki starvsfólk ella viðskiftafólk, tað eru børnini, í nøkrum vanda. Føroya pedagogfelag kravdi í gjár, at limir felagsins, sum hava verið og sum fara til arbeiðis, meðan koronafarsóttin herjar, skulu fáa vandaviðbót. Felagið heldur, at fólk hava rætt til eina vandaviðbót, tí kravt verður, at tey seta sína egnu heilsu í vanda við at fara til arbeiðis. Tað gera tey ikki, heldur Jan Mortensen. Tá ein samd epedemikommissjón mælir til, at dagsstovnar og skúlar partvíst lata upp aftur, er eingin heilsuvandi. Landið varðar ikki av dagsstovnunum, tað gera kommunurnar, men allir lønarsáttmálar hjá kommununum skulu góðkennast í Fíggjarmálaráðnum. Annika Olsen, forkvinna í Kommunala arbeiðsgevarafelagnum, segði í gjár, at sáttmálin hjá Pedagogfelagnum er galdandi til 1. oktober í ár. Broytingar verða vanliga ikki gjørdar í sáttmálaskeiðinum, segði Annika Olsen. Tí fer Kommunala arbeiðsgevarafelagið ikki at geva nakra vandaviðbót nú. Harafturat eru nøkur mál um sjófeingi, millum annað um skatt, tá fiskiloyvi verða seld. Kunngerðirnar um hjálparpakka tvey eru ikki lidnar enn, so tær vórðu ikki viðgjørdar í gjár. Fyrsti Málteigurin eftir korunu steðgin snýr seg næstan bara um orð og orðingar, sum hava verið frammi hesa tíðina, meðan ferðin í samfelagnum hevur verið í botni. Eitt tað fyrsta málsliga kjakið, sum tók seg upp, var, hvussu korona skuldi stavast. Við k ella c. Málráðið boðaði frá, at tað altíð hevur verið stavað við k og eigur tí framhaldandi at verða stavað við k. Kjakið kann tykjast týdningarleyst, tá tað verður sett saman við álvarsomu støðuna, men her er ikki talan um eina broyting í stavseting. Korona er elligamalt orð, sum altíð hevur verið stavað við k, sigur Elin Henriksen, málkøn. Men tað vóru mong onnur málslig fyribrigdi, sum komu fram ella framaftur, og nøkur av teimum, sum eru til viðgerðar í sendingini, eru At skýggja Fjarundirvísing og heimaundirvísing. At arbeiða heimanífrá, arbeiða heima ella við hús. At lata samfelagið upp ella opna samfelagið. At hamstra. Tað er rættiliga vanligt, at vit á føroyskum kunnu gera sagnorð burtur úr navnorðum við at leggja endingina ast afturat, sigur Elin Henriksen, og vísir á dømi sum gron at gronast, smíl at smílast, stákan at stákast, gleði at gleðast. Í mars vórðu goldnar slakar 880 milliónir krónur í lønum. Tað eru átta prosent meira enn í mars í fjør, vísa tøl hjá Hagstovu Føroya. Í privatu tænastuvinnunum, serliga hjá gistihúsum, matstovum, handlum og hjá teimum, sum fáast við umvæling, kann ein óvanlig niðurgongd tó staðfestast í mars, skrivar Hagstovan. Mars í ár er nakað lakari hjá kvinnum í mun til ta gongd, sum hevur verið í lønargjaldingunum hjá kvinnunum annars, skrivar Hagstovan. Nógvir námsfrøðingar taka frástøðu frá kravinum um vandaviðbót. Føroya Pedagogfelag skuldi heldur víst samfelagssinni í hesi undantaksstøðu, stendur í almennum skrivi. Tað er fallið fleiri námsfrøðingum fyri bróstið, at Føroya Pedagogfelag í gjár kravdi vandaviðbót til sínar limar fyri at arbeiða, meðan vandin fyri koronasmittuni er til staðar. Eg eri heldur ikki errin av at vera námsfrøðingur við slíkum úttalilsum. Hvat við at spyrja limirnar fyrst, spyr ein annar námsfrøðingur á facebooksíðuni hjá Pedagogfelagnum. Fimm námsfrøðingar hava eisini skrivað lagt eitt skriv út á sosialu miðlarnar, har teir taka frástøðu frá kravinum hjá nevndini í Føroya Pedagogfelagi. Ein teirra er Bjarni Beder, sum í fjør sjálvur var tiltakslimur í nevndini í Føroya Pedagogfelag. Við yvirskriftini Vandaviðbót við afturvirkandi kravt, nei takk vísa teir fimm limirinir millum annað á, at tað hevði sømt seg betur, um Føroya Pedagogfelag vísti samfelagssinni í hesari undantaksstøðu. Ístaðin átti felagið at lagt krøvini um viðbøtur til sáttmálasamráðingarnar seinni í ár, halda teir fimm limirnir í Pedagogfelagnum. Kringvarpið hevur biðið formannin í Føroya Pedagogfelag, Jógvan Philbrow, um viðmerkingar til málið, men hann bar seg undan á døgurða, tí hann var upptikin. Hann lovaði tó, at Pedagogfelagið letur frætta seinni í dag. Mikukvøldið 15. apríl varð stjórin á Sprotanum og stigtakarin Jonhard Mikkelsen heiðraður við heiðursløn Vígdis Finnbogadóttir, ið varð latin á fyrsta sinni, nú fyrrverandi íslendski forsetin rundaði tey níti. Og heiðurslønin verður latin fyri munadygg avrik máli og mentan at frama. Vit tekna eina vangamynd av Jonhardi og hansara fjølbroytna virksemi. Í dag gevur Posta út eitt serligt frímerki í samband við 80 ára føðingardag Margrethu drottning eitt frímerki, sum eisini er kosið Frímerkið fyri henda mánaðin í Týsklandi. Vit skifta orð við Svanbjørg Manai, stjóra á Frímerkjadeildini, um hetta frímerki eins og frímerkir yvirhøvir. Tú kanst hoyra sendingina her Eitt av endamálunum við koronaavbyrgingini er at verja tey eldru. Men nógv eldri kenna seg einsamøll av hesum. Tað gongur út yvir lívsgóðskuna, halda tey. Vit viðgera støðuna hjá eldru borgarunum í koronakreppuni í Hvat nú, Føroyar í dag. Sum støðan er nú, so doyggja tey gomlu kortini, men uttan at uppliva nakað. Tað má henda okkurt, og tað koma meira lív í fyri tey gomlu. Tað er avgjørda meiningin hjá 89 ára gomlu Henny Egholm í Havn, sum hevur vinkonur, ið sita púra innibyrgdar á egnum kamarið á ellisheimi. Pensjóneraði sálarfrøðingurin kennir avbyrgina á egnan kropp og heldur talan vera um eina trupla støðu. Tó heldur hann, at støðan í avbyrging uttan iva er truplast fyri tey, ið ikki heilt skilja, hví tey eru avbyrgd. Jóannes Heinesen letur væl at umstøðunum á Sýnini, men saknurin eftir nærleika við konuna er stórur. Hann hevur regluligt telefonsamband við konuna og onnur skyldfólk, men tað gevur ikki sama nærleika, sum at vera í sama rúmi. Fleiri handlar í býnum merkja, at meira ferð kemur á samfelagið. Matstovur gera eisini klárt til at lata upp í morgin, men í náttarlívinum fylgja tey framvegis tilmælunum. Nú bara 15 føroyingar hava koronasmittuna, sambært almennu tølunum, meta myndugleikarnir størstu smittukelduna at koma frá útlandinum. Kortini hava myndugleikarnir ikki lógarheimild at krevja øll, sum koma til Føroya, í kravt sóttarhald. Sæð út frá einum fyribyrgingarsjónarmiði hevði tað verið eitt gott amboð, um øll, sum koma til Føroya, skulu í tvungið sóttarhald. Men tað er ein politiskur spurningur, sigur Michael Boolsen. Jonhard Mikkelsen og forlagið Sprotin fingu mikukvøldið Heiðursløn Vígdisar Finnbogadottir. Talan er um eina nýggja virðisløn, sum skal latast hvørt ár fyri munaverd avrik, máli og mentan til frama. Við heiðrinum fylgja seks milliónir íslendskar krónur, slakar 287.000 føroyskar. Verkætlanirnar eru um smittutøl og sjúkueyðkenni hjá føroyskum koronasjúklingum, og um lutin hjá serfrøðingum og myndugleikum og um undirvísingina í fólkaskúlaleiðslunum. Sløk hálv millión er latin til at kanna smittutøl, sjúkueyðkenni og andevni hjá koronasjúklingum í Føroyum. Shahin Ga ni er verkætlanarleiðari. Verkætlanin Luturin hjá serfrøðingum og myndugleikum í einari kreppustøðu hevur fingið góðar 90.000 krónur. Verkætlanarleiðari har er Heini í Skorini. Luturin og týdningurin, sum stuðlandi leiðsla hjá lærarum í fólkaskúlanum hevur í hesi COVID 19 tíð, hevur fingið góðar 80.000 krónur í granskingarstuðli. Her er Kalpana Vijayavarathan verkætlanarleiðari. Stuðulin til COVID 19 granskingina kemur úr Granskingargrunninum og Sjúkrakassagrunninum. Fleiri enn 22 milliónir amerikanarar hava síðstu fýra vikurnar boðað frá, at teir eru arbeiðsleysir. Tað skrivar blaðið The New York Times á netinum. Talið av arbeiðsleysum í USA veksur skjótt í hesum døgum. Í gjár løgdust 5,2 milliónir aftrat talinum av arbeiðsleysum, ið sostatt er farið upp um 22 milliónir fólk. Tað eru líka nógv størv, sum eru komin aftrat síðani seinasta fíggjarkreppan rakti fyri góðum 10 árum síðani, og tað er í øllum vinnum, skrivar The New York Times. Stóra arbeiðsloysið leggur trýst á tilmælini um, at fólk skulu verða heima. Donald Trump, forseti, segði á tíðindafundi í gjár, at USA fer at lata uppaftur skjótt. Búfólkini á heiminum vistu ikki av frammanundan, at morgunin fór at verða nakað øðrvísi enn aðrir morgnar, men tað var til stóra fragd, tá tónleikurin byrjaði at runga uttan fyri vindeyguni. Tey flestu í einari spurnarkanning, sum spyr.fo gjørdi fyri Kringvarpið í gjár, halda, at tey, sum búgva í ellis og røktarheimum, eiga ikki at fáa vitjan, sum støðan er nú. 27 prosent svaraðu, at tey vóru púra ósamd. Bara átta prosent søgdu seg vera púra samd við teimum, sum halda, at fólkini eiga at fáa vitjan. Sløk 27 prosent halda, at neyðug sosial atlit verða tikin í sambandi við at avbyrgja tey eldru. Spurt varð eisini, um tey gomlu eiga at kunna vitja hvønn annan. Á tíðindafundinum hjá løgmanni hósdagin vóru føroyingar ella summir føroyingar skeldaðir, tí bæði fyritøkur og onnur vildi lata uppaftur skjótari enn myndugleikarnir høvdu tilrátt. Kom kuril í kunningina á tíðindafundinum fyri páskir, har alt var málað ov bjartskygt. Kommunufelagið kunngjørdi í gjár, at tiltøkini á eldraøkinum halda fram til fríggjadagin 8. mai. Eldrabústovnarnir í kommununum eru framvegis stongdir fyri at verja eldri fólk fyri koronasmittuni. Leiðslurnar á eldaraøkinum mæla til, at stovnarnir vera stongdir til 8.mai, tá avmarkingarnar verða endurskoðaðar. Bara í heilt serligum førum kann verða neyðugt hjá avvarðandi at koma á stovnarnar eftir nærri avtalu við leiðslurnar. Eisini øll fyriskipað felags tiltøk fyri eldri borgarar, sum eldratænasturnar vanliga veita, verða framhaldandi óvirkin til 8. mai, sigur Kommunufelagið. Tað heldur Johan Dahl, løgtingsmaður, sum á sosialu miðlunum heitir á sítt egna landsstýri at fara harðari til verka í royndini at fyribyrgja, at smittan kemur til landið. Vøksturin er 1,2 milliardir krónur, 14 prosent. Uppsjóvarfiskur er størsti parturin í útflutninginum, sambært tølum hjá Hagstovu Føroya. Innflutningurin vaks ikki so nógv. Innflutt varð fyri 8,4 milliardir krónur, 700 milliónir krónur meira enn frá mars 2018 til februar 2019. Flaggdagsrenningin, sum Bragdið og sclerosufelagið skuldu skipað fyri í felag, flaggdagin 25. apríl er avlýst. Tað boðar Bragdið frá á heimsíðu sínari. Orsøkin er koronavirusið og tilmælini frá heilsumyndugleikunum. Sclerosufelagið gjørdi nógv burturúr renningini í fjør, og fekk fitt av peningi inn, sum fór til gransking og stuðul til sclerosusjúk og onnur tiltøk, ið skulu betra um hjá teimum við sclerosu. Í síðstu viku samdust ráðharrarnir í fíggjarmálum í ES londunum um hjálparpakka, nú evropeisku búskapirnir eru sperdir av koronakreppuni. Ósemjur hava kortini stungið seg upp um treytirnar í avtaluni. Millum annað hava Italia og Holland verið ósamd, men franski forsetin sigur, at hjálparpakkin er avgerðandi fyri framtíðina hjá ES. Hetta er sannleikans tími. Vit mugu gera ein grunn, sum kann hjálpa londum útfrá tí, sum tey hava tørv á, og ikki útfrá teirra búskaparligu støðu. Um vit ikki vísa samhaldsfesti undir eini heimsfarsótt, fer vreiðin hjá populistunum at kykna. Í Italia, Spania og kanska eisini í Fraklandi, segði Macron við Financial Times. Spania og Italia, sum eru hart rakt av koronavirusinum, taka undir við honum, meðan Holland og Týskland óttast fyri, at teirra skattakrónur fara til at gjalda rokningina. Macron vísir á, at mistøk frá fortíðini ikki mugu endurtakast, og vísir til fyrsta heimskríggj, tá Frakland kravdi, at Týskland skuldi gjalda fyri stóran part av oyðingini í Evropa. Pelagos í Fuglafirði hevur fisk fyri umleið 150 milliónir krónur á goymslu í løtuni, tí størsti marknaðurin, tann russiski, liggur stillur í løtuni, skrivar Vinnuhúsið. Vit liggja inni við goymslum, sum seljast seinni, enn tær plaga, sigur Jóhan Páll Joensen, stjóri, sambært heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum. Vanliga verður selt av goymslunum út á marknaðirnar kring heimin frá februar til august, men í ár er ringt at sleppa av við fiskin. Smittutálmandi tiltøkini í Russlandi gera, at eftirspurningurin av vørunum frá Pelagos er minkaður munandi. Men eisini marknaðirnir í Afrika og Fjareystri eru meir ella minni steðgaðir upp, meðan fraktkostnaðurin í Fjareystri er tvífaldaður. Jóhan Páll Joensen hevur kortini góðar vónir um at sleppa av við fiskin á goymsluni seinni í ár, tí vørurnar verða framleiddar til handlar í Russlandi og eru í tí bíliga endanum. Pelagos framleiðir uppsjóvarfisk til matna, serliga makrel og sild. Meginparturin av fiskinum á goymslu er makrelur, skrivar Vinnuhúsið á heimasíðuni. 28. mars fór Silja Rógvadóttir Róin at vitja ein vinmann. Hon og fýra onnur hugnaðu sær saman hetta kvøldið, men tey vistu ikki av, at ein annar ósjónligur gestur eisini var til staðar. Tað er tí, at eina viku eftir, at hon var farin í sóttarhald, fekk hon staðfest sjúkuna sjálv, og so longdist sóttarhaldið við tveimum vikum afturat. Silja Rógvadóttir Róin er seinasti føroyingurin, sum higartil hevur fingið staðfest koronasmittuna og ásannar, at tað var dýrt at fella fyri sosialu freistingini leygarkvøldið 28. mars. Pelagos í Fuglafirði hevur fisk fyri umleið 150 milliónir krónur á goymslu í løtuni, tí størsti marknaðurin, tann russiski, liggur stillur, skrivar Vinnuhúsið. Vanliga verður selt av goymslunum út á marknaðirnar kring heimin frá februar til august, men í ár er ringt at sleppa av við fiskin. Men eisini marknaðirnir í Afrika og Fjareystri eru meir ella minni steðgaðir upp, meðan fraktkostnaðurin í Fjareystri er tvífaldaður. Støðan fer at batna Jóhan Páll Joensen hevur kortini góðar vónir um at sleppa av við fiskin á goymsluni seinni í ár, tí vørurnar verða framleiddar til handlar í Russlandi og eru í tí bíliga endanum. Pelagos framleiðir uppisjóðarfisk til matna, serliga makrel og sild. Meginparturin av fiskinum á goymslu er makrelur, skrivar Vinnuhúsið. Karin Sólsker eigur og rekur Karin sa, sum er hárfríðkanarhøli í Gundadali í Havn. Hon hevur fimm hárfríðkanarkvinnur í starvi. Nú eru fimm vikur síðani, tær valdu at stongja vegna tilmæli frá myndugleikinum, og nú fer av alvara at sansa á. Karin sigur, hon hevði vónað, at tær sluppu at lata upp nú mánadagin, men tað verður av ongum, tí á tíðindafundi hósdagin gjørdi løgmaður saman við heilsumyndugleikum greitt, at tað ikki var ráðiligt hjá hárfríðkanarhølum at lata upp, tí tað sambært teimum fer at verða trupult at finna fram til smittukelduna, um onkur hárfríðkanarkvinna ella viðskiftafólk skuldi blivið sjúk. Hetta skilir Karin ikki, tí reinførið í salongini er í topp, og tey ansa væl eftir smittu, vaska hendur ofta, spritta væl og eru ikki ov nógv inni í senn. Men Karin velur tó at fylgja tilmælunum frá myndugleikunum og bíðar við at lata upp til 4. mei. Fleiri sjúklingar fáa í hesum døgum boð um, at viðgerð ella skurðviðgerð er útsett, tí sjúkrahúsverk eru upptikin av korona tilbúgvingini. Ein teirra er John William Joensen í Klaksvík, sum skuldi skurðviðgerast fyri parkinson sjúku í Danmark seinni í ár. Hann hevur fingið boð um, at skurðviðgerðin er útsett í óasetta tíð. Meðan fleiri í hesum koronatíðum hava stytt sær stundir við at leggja putlispøl, hava tey eitt størri og munandi meira umfatandi putlispæl at leggja í Stóru Dímun. Múrarnir, sum eru minst 130 ára gamlir, fóru í skaðaveðri, men nú er arbeiði byrja at reisa teir aftur. Talan er um eitt umfatandi putlispæl, sum fer at taka fleiri mánaðir, sigur Janus úr Dímun. Á Strondum býr seks ára gamli Atli. Hann hevur fingið staðfest infantila autismu, og tann diagnosan ger, at lívið á dagstovni kann vera ein avbjóðing serliga nú korona ávirkar dagstovnaøkið. Í 2017 gjørdist Atli sera sjúkur, og var innlagdur á Landssjúkrahúsinum í tveir mánaðir. Atli misti tá fleiri av sínum førleikum, so sum at tosa og eta sjálvur. Mamma hansara ræðist nú at ov nógvar bróytingar í gerandisdegnum hjá Atla fara at ávirka hansara menning og førleikar. Christian Andreasen, forseti í Fótbóltssambandinum, hevur í kvøld fund við formenninar í fótbóltsfeløgunum kring landið. Kappingin byrjar uttan áskoðarar, men FSF fer tó at royna at gera møguleikarnar at fylgja við í sjónvarpi so góðar sum tilber. Hvussu skal eg, mannabarn liva Hvat er tað góða lívið Hvat er rætt og hvat er rangt Hvussu beri eg meg at móti øðrum menniskjum, tí vit skulu øll vera her og øll hava vit eins virði, tí vit eru øll mennisku og tí serstøk. Etikkur er gjøgnumvovin alla okkara tilveru her á bláu gongustjørnuni. Men tað, sum eg haldi er rætt, er ikki neyðugt at tú heldur vera rætt og soleiðis daga, javnt og savnt, etisk dilemma undan og tað er lívið um at gera at hava hesi á breddanum. Tað eru framvegis tilsamans 184 føroyingar, ið hava fingið staðfest COVID 19, og tilsamans 5.981 fólk í Føroyum eru nú kannað fyri smittuna. Tann seinasti tilburðurin, sum varð staðfestur í Føroyum, var 6. apríl, tað vil siga fyri 12 døgum síðani, sambært tølum hjá heilsumyndugleikunum. Fyrsti tilburðurin í Føroyum av COVID 19 varð staðfestur 3. mars. Tá ringast stóð til, vóru 19 tilburður staðfestir í einum samdøgri, tað var 16. mars. Løgreglan fekk í gjár tvær fráboðanir frá fólki í Norðurøkinum, sum hvør í sínum lag boðaðu frá, at olja varð stolin úr oljutangunum hjá teimum. Í tí eina førinum eru 750 litrar av olju stolnir úr einum tanga á einum arbeiðsplássi á Borðoyravík einaferð í tíðarskeiðnum frá 23. mars 8. apríl, tá fólk ikki hava verið á arbeiðsplássinum. Í hinum førinum eru umleið 700 litrar av olju stolinir úr einum jørðtanga hjá einum húsarhaldi eisini í Norðurøkinum. Heingilásið, sum var á tanganum, var brotið, og oljan tikin upp úr. Í stuldursmálinum á Borðoyarvík vórðu eisini fýra rullur av hegni og umleið 50 hegnpelar stolnar, umframt teir umleið 750 litararnir av olju, sum vórðu stolnir. Løgreglan vil ikki siga, hvar stuldurin er farin fram, bara at tað er í Norðurøkinum, Løgreglan stendur í løtuni á berum, og hevur einki at ganga eftir, upplýsir vaktleiðarin á politistøðini í Havn. Størsta verkætlanin í hesum umfarinum, sum hevur fingið útivið eina hálva millión krónur játtaðar, skal greina um ílegusamansetingin hjá tí einstaka COVID 19 sjúklinginum ávirkar sjúkugongdina. Hinar verkætlanirnar snúgva seg um árinið av COVID 19 á heilsustøðuna hjá 80 ára gomlum føroyingum, um árinið av øðrvísi skúlagongd hjá fólkaskúlanæmingum og um árinið á trúarlívið. Tær fýra verkætlanirnar, ið fingu játtað stuðul í gjár, hava fingið tilsamans 873.000 krónur. Nú hava tilsamans sjey verkætlanir fingið 1,5 milliónir í stuðli frá COVID 19 átakinum, sum Granskingarráðið hevur tikið stig til. Stuðulin kemur frá Granskingargrunninum, Sjúkrakassagrunninum og frá fleiri vinnufyritøkum í Føroyum. Tilsamans eru umleið tríggjar milliónir krónur settar av til COVID 19 granskingarverkætlanir. Málið er, at kanna eina millión fólk um mánaðin, og á tann hátt lata amerikanska samfelagið upp líðandi. Tað fortaldi Deborah Birx, ið stendur fyri koronatoyminum hjá Donald Trump á einum tíðindafundi í nátt okkara tíð. Vit samstarva við stakríkini, soleiðis at vit kunnu kanna útivið eina millión fólk um mánaðin, sigur hon sambært tíðindastovuni hjá AP, skrivar Ritzau. Fríggjadagin góðkendi ráðið fyri matvørur og heilivág FDA ein nýggjan kanningarhátt, sum eftir 45 minuttum kann vísa, um eitt fólk er smittað við COVID 19 ella ikki. Samstundis upplýsti framleiðarin, Cepheid, at nýggi kanningarhátturin væntandi verður klárur at seta í verk einaferð í næstu viku. Kanningarhátturin kann lætta um arbeiðstrýstið hjá heilsuverkinum í USA, ljóðar í einum tíðindaskrivi frá Cepheid, sambært sjónvarpsstøðini, CNN. Sambært amerikansku myndugleikunum kunnu fólk sjálvi kanna seg við at pota seg við einum vattpinni í nøsini við nýggja kanningarháttinum. Sostatt nýtast starvsfólk í heilsuverkinum ikki at gera sjálva kanningina, men tað kann gerast trupult, at fáa úrslitini útgreinað á kanningarstovum. Á tíðindafundinum í nátt okkara tíð, upplýsti Donald Trump, at 5,5 milliónir eindir av nýggju snarkanningunum skulu býtast út til stakríkini næstu vikurnar. Nú eru fleiri enn 37.000 fólk í USA deyð av COVID 19, og 700.000 fólk hava fingið staðfest smittuna í USA, sambært tølum hjá John Hopkins universitetinum. Nú hava tilsamans 3.804 fólk í Føroyum fingið játtað serliga korona lønarískoytið. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Arbeiðsloysisskipanini. Tá skipanin við lønarískoytinum byrjaði, vóru tað væl fleiri kvinnur enn menn, sum fingu játtað lønarískoytið, men soleiðis er ikki nú. Nú er javnvág í tølunum og kynunum. Nú hava 1.902 kvinnur fingið játtað lønarískoytið, og somuleiðis eisini 1.902 menn, sambært tølunum. Serliga korona lønarískoytið er í mesta lagi 20.000 krónur um mánaðin. Útgoldna upphæddin verður tillagað eftir, hvussu nógvir dagar eru í einum mánaði. Ferðin hjá Team Rynkeby súkklarunum til París í summar er avlýst. Tað avgjørdi stýrið fyri Team Rynkeby grunnin seinnapartin í gjár, skrivar føroyski parturin hjá felagsskapinum á heimasíðuni. Okkara høvuðsdentur hevur alla tíðina verið, at gjøgnumføra ferðina, um tað heilsuliga var ráðiligt, sigur Peter Frank Andersen, nevndarformaður í Team Rynkeby grunninum. Áhaldandi ótryggleikin um smittuspjaðing í Evropa ger, at vit ikki longur halda, at tað er ráðiligt, at fara til París í summar, sigur hann, sambært heimasíðuni hjá felagsskapinum. Eftir ætlanini skuldu tilsamans 2.150 súkklarar og 550 hjálparfólk úr 12 londum súkkla til París í døgunum frá 2. til 11. juli í summar. Tilsamans 50 súkklarar og 13 hjálparfólk skuldu eisini fara við ferðalagnum úr Føroyum í summar, men hetta verður sostatt eisini av ongum nú. Løgreglan hevur fingið eina fráboðan afturat um oljustuldur. Sostatt hevur løgreglan seinasta samdøgrið fingið tríggjar fráboðanir um oljustuldur í Norðurøkinum. Løgreglan fekk í gjár tvær fráboðanir frá fólki, sum hvør í sínum lag boðaðu frá, at olja varð stolin úr oljutangunum á tveimum ymiskum støðum. Í dag hevur løgreglan so fingið enn eina fráboðan um oljustuldur, og eisini í hesum førinum er talan um oljustuldur, sum er farin fram í Norðurøkinum. Í fyrru fráboðanini í gjár vórðu 750 litrar av olju stolnir úr einum tanga á einum arbeiðsplássi á Borðoyarvík einaferð í tíðarskeiðnum frá 23. mars 8. apríl, tá fólk ikki hava verið á arbeiðsplássinum. Í hinum førinum í gjár vórðu umleið 700 litrar av olju stolnir úr einum jørðtanga hjá einum húsarhaldi eisini í Norðurøkinum. Heingilásið, sum var á tanganum, var brotið, og oljan tikin upp úr. Í málinum, sum er fráboðað løgregluni í dag, verður mett, at 300 400 litrar av olju eru stolnir, somuleiðis í Norðurøkinum. Løgreglan vil tó ikki siga, hvar í økinum teir tríggir tilburðirnir av oljustuldri eru farnir fram. Bakkafrost fer at kanna síni umleið 1000 starvsfólk fyri koronavirusið. Tað skal tryggja framleiðsluna hjá alirisanum, og virka sum eitt skjøldur móti spjaðingini av koronavirusinum í Føroyum. Um nakar tilburður av COVID 19 verður staðfestur, fær tann positivi og landslæknin boð um tað, og síðan verður farið fram eftir vanligu mannagongdunum við avbyrging og smittusporan. Hondbóltssamband Føroya hevur avgjørt at enda SMS og Okkara kappingarnar. Hetta merkir, at eingin føroyameistari verður funnin í SMS og Okkara kappingunum kappingarárið 2019 2020, skrivar Hondbóltssambandið. Hondbóltssambandið hevur lagt nógv fyri at fáa SMS og Okkara kappingarnar avgreiddar og hevur millum annað gjørt nógv burturúr, í samráð við feløgini, at tillaga kappingarnar soleiðis, at tær kundu verða avgreiddar forsvarliga, um so var, at hetta fór at verða mett at verða ráðiligt innanfyri eitt rímiligt tíðarskeið. Aftaná at politiska skipanin áðrenn páskir mælti til, at kappingar í millum annað hondbólti kunnu byrja aftur 9. mai, vendi Hondbóltssambandið sær sum avrátt til koronaráðgevingina við einum uppskoti til mannagongd til, hvussu venjingar og dystir kunnu verða lagdir til rættis. Hondbóltssambandið skilir svarið frá Koronaráðgevingini soleiðis, at tað undir núverandi umstøðum verður frámælt, at hondbóltsvenjingar og dystir verða fyriskipaðir tær næstu vikurnar, skrivar HSF á heimasíðu síni. Vísandi hertil og til, at Hondbóltssambandið áður hevur sett 31. mai sum evsta mark fyri, nær SMS og Okkara kappingarnar skuldu verða avgreiddar, hevur Hondbóltssambandið avgjørt at enda SMS og Okkara kappingarnar 2019 2020, skrivar HSF. 22 milliónir eintøk eru seld av History Past, Present og Future, Book 1, sum veruliga heitið á hesi tví útgávu er. Fyrra fløgan í pakkanum er eitt savn við kendum løgum, meðan tann seinna, Temaplátan, hevur einans løg, sum Michael Jackson ikki hevði givið út frammanundan. Talan var um næstseinastu studio plátuna, sum Jackson gav út í síni livitíð. Tann seinasta frá 2001, Invincible, hevur ongar rokk klassikarar í sær. Nær var tað er spurnarkapping, har luttakararnir eru búsitandi á útoyggj og í útjaðaranum, og har spurt verður um mangt og hvat við árstølum sum felagsnevnara. Úr Stóru Dímun verður tað Eva úr Dímun, ið fer at kappast móti Bødvar Hjartvarssyni úr Dali. Tú kanst hoyra sendingina her Guðný Lára og Stefan rn Viðarsson eru tónleikarar og hjún. Vanliga eru tey við í rokkbólkinum, R kkva, sum í hesum tíðum hvílir, eins og flestu aðrir tónleikabólkar gera. Í samrøðuni greiða tey bæði frá koronasanginum og facebookbólkinum. Tey halda, at nú ljósnar í eystri, eitt nú fara íslendsku myndugleikarnir í næstum at lata samfelagið eitt sindur upp afturat. Og skoyta uppí, at føroyingar er hjartaliga vælkomnir í henda facebookbólk at syngj smittuna burtur. Har leggja limirnir í hvør sínum lag sangir út, meðan Koronakórið var eitt átak at fáa nøkur teirra at syngja sama sang inn á fartelefonina ella telduna, og síðan seta hann brotvíst saman til eina heild. Stefan skrivaði tekstin. Seinasti tilburðurin, sum varð staðfestur í Føroyum, var annars fyri sløkum tveimum vikum síðani, 6. apríl, sambært tølum hjá heilsumyndugleikunum. Í fráboðanini frá teimum fimm reiðaríunum stendur, at avgerðin at taka seg úr stevningini er grundað á ávirkanina sum covid 19 fer at hava á íslendska landskassan. Samhugi og dirvi hava eyðkent okkara samfelag seinastu vikurnar og mánaðirnar. Nú eru øll noydd at arbeiða saman, stendur millum annað í fráboðanini. Eskja, Gjørgur, Ísf lag Vestmannaeyja, Loðnuvinnslan og Skinney Tinganes, eru tey fimm reiðaríini, sum hava slept stevningini. Hini bæði reiðaríini eru Vinnslustøðin og Huginn ehf. slendski staturin varð stevndur í fjør, tí hann, sambært stevningini, hevði útlutað kvotur eftir skeivum upplýsingum, og at reiðaríini tí mistu stórar inntøkur. Bjarni Benediktsson, fíggjarmálaráðharri, boðaði fyrr í vikuni frá, at hann væntar, at staturin vinnur sakarmálið, men hevði tað tó kortini hent, at staturin tapti, hevði endurgjaldið til reiðaríini ikki verið rindað við skattgjaldarans peningi, men fíggjað við inntøkum frá fiskivinnuni sjálvari. Vit anda sera smáar bitlar í okkum. Tað kann elva til lungnabruna, sum síðani breiðir seg til onnur gøgn í kroppinum, sigur Michael Brauer, professari í fólkaheilsu í tíðarritinum, Heimsvísindi. Geofysikarin, Barbara Maher, hevur kannað, hvussu jarn í útláti frá bilum kann flyta seg allan vegin inn í heilan hjá okkum, og kann økja um vandan fyri demensi. Bitlarnir, sum vit anda í okkum, eru evarska lítlir og kunnu koma ígjøgnum nervnabuntini og beint inn í heilan, sigur Barbara Maher. Seks milliónir íbúgvar í kanadiska býnum, Ontario, eru kannaðir. Kanningin vísir, at vandin fyri demensi veksur við sjey prosentum, um tú býrt minni enn 50 metrar frá einum av størru vegunum. Kanningar í USA vísa líknandi úrslit. Heilin krympar, tá hann verður fyri luftdálking. Umhvørviseksponering kann vera orsøk til umleið 10 prosent av alzheimertilburðunum í USA, sigur Caleb Finch, professari í neurobiologi í tíðarritinum, World of Science. Fyrsta viðgerð var 23. januar, og síðani tá hevur lógaruppskotið verið í Fíggjarnevndini. Nakrar milliónir eru komnar afturat hesa tíðina. So seint sum hósdagin fekk Fíggjarnevndin skriv frá Heilsumálaráðnum. Har varð gjørt vart við níggju milliónir, sum ikki eru við í lógaruppskotinum. Annars eru bara tvey vanlig línuskip úti, men øll frystilínuskipini fiska. Bara ein djúpvatnstrolari er til fiskiskap, hann fiskar stinglaks. Hjá partrolarunum eru fimm pør úti, trý teirra fiska gulllaks. Allir trolbátarnir eru norðanfyri. Teir fiska tosk og hýsu og so eisini nakað av flatfiski. Fiskiskapurin er brúkiligur. Trý garnaskip fiska svartkalva. Fiskiskapurin er brúkiligur, sigur Fiskamarknaðurin. Øll fiskavirki eru opin, men tey hava niðursetta arbeiðsorku. Tey eru ávikavist 18 og 32. 11 børn eru smittað og 21 í aldursbólkinum 10 til 19 ár. Fýra fólk, sum eru 80 ella eldri, eru smittað. Koronatiltøkini kring heimin ávirka ikki søluna av vøru hjá Havsbrún í Fuglafirði, tí eftirspurningurin eftir laksafóðri er ikki stórvegis minkaður. Grót úr Porkeri verður nú avskipað á Drelnesi. Tvøroyrar kommuna og Landsverk hava gjørt samstarvssáttmála, sum er galdandi til 30. juni í ár. Í sáttmálanum verður serliga hugsað um ferðlsuna, larm og dálking. Landsverk fær ikki brúkt havnina í Porkeri, tí brimverjan í Porkeri fekk stóran skaða í uppganginum 29. februar. Flytast skulu 30.000 tons av gróti av Drelnesi. Grótið verður millum annað brúkt í Eysturoyartunnlinum. Grótið verður koyrt úr Skørðinum í Porkeri til Drelnes, har tað fer um borð á Havfrakt, sum flytur tað á Sund. Týski hjálparfelagsskapurin, Sea Eye, og báturin hjá felagsskapinum, Alan Kurdi, bjargaðu fyrr í vikuni migrantunum á Miðjarahavinum. Og í gjár komu so 34 flóttafólk aftrat, sum spanska bjargingarskipið, Aita Mari, bjargaði. Italia hevur ikki tikið ímóti migrantum orskað av koronafarsóttini. Italia er tað land, sum er ringast rakt av koronafarsóttini í Evropa, har eru higartil meira enn 23.200 fólk deyð av covid 19. Allir 180 migrantarnir og flóttafólkini, sum vórðu bjargað, sita avbyrgd umborð á ferjuni, og hjá teimum eru 22 sjálvboðin frá Altjóða Reyða Krossi. Sambært italskum, miðlum verða flóttafólkini og migrantarnir sendir víðari til onnur lond í ES um 14 dagar, tá sóttarhaldið er av. Bannið varð sett í gildi í marsmánaði og verður síðani longt, fyri at forða fyri smittubylgju frá ferðafólki, sum hava verið í landi, har smittan herjar, upplýsti eitt talsfólk fyri forsetan í útvarpssamrøðu í gjár. Núverðandi forboð fyri at ferðast er ikki galdandi fyri tey, sum ferðast millum heim og arbeiði, last bilførar og í serligum førum í sambandi við heilsuviðgerð. Ferðaskrivstovur hava fyrr kravt, at í minsta lagi verður loyvt at ferðast til Slovakia og Kroatia í summar, tí har eru fáir koronatilburðir. Strandferðslan fer ikki at megna at nøkta almenna tørvin hesa vikuna nú samfelagið varisliga er byrja at lata uppaftur, viðgongur stjórin á stovninum. Trot er á útgerð til at taka koronaroyndir við um allan heim, men nú fer Heilsufrøðiliga starvsstovan at brúka 4.000 royndir til at kanna frísk fólk, sum arbeiða á Bakkafrosti. Kyknar smittan uppaftur í Føroyum, verður verkætlanin steðgað, sigur Debes H. Christiansen, deildarleiðari á Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Teknmálstulkarnir í Føroyum vóru ikki so sjónligir, áðrenn korona rakti. Ein vanligan gerandisdag eru tey ikki so nógv at síggja í beinleiðis sjónvarpi, men sita heldur til eina læknaviðtalu, eina samrøðu í bankanum ella til eina starvssamrøðu, har tunghoyrd hava tørv á tulkatænastu. Nú kenna fólk meg aftur á gøtuni, sigur Óluva Mohr, teknmálstulkur. Hon hevur merkt, at áhugin fyri teirra starvið er vaksin hesa seinastu tíðina. Í løtuni eru tær bert tríggjar kvinnur sum røkja starvið sum teknmálstulkur. Óluva vónar, at fleiri fólk í framtíðini fara at søkja sær útbúgving og starv sum teknmálstulkur. Í dag fóru 855 útav 2200 børnum í havn aftur á dagstovn. 28 av teimum vóru í Sólareyganum í havn, har tað vanliga ganga 69 børn. Hetta svarar til 40 bæði fyri alla havnina, men eisini á Sólareyganum. Hetta er ringasta kreppan, sum flogvinnan nakrantíð hevur verið í, og vit hava gjørt alt, sum vit kunnu, fyri at sleppa undan tí, sum nú hendir við okkara dótturfeløgum í Svøríki og Danmark. Starvsfólkini, sum verða rakt, arbeiða í Svøríki, Danmark, Finnlandi, Spania, Stóra Bretlandi og USA. Móðurfelagið, Norwegian, fer ikki á húsagang. Norska flogfelagið hevur leingi havt stórar fíggjarligar trupulleikar, sum eru vaksnir undir koronu kreppuni. Felagið skyldar umleið 60 milliardir norskar krónur. Í dag fóru 855 útav 2200 børnum í havn aftur á dagstovn. 28 av teimum vóru í Sólareyganum í havn, har tað vanliga ganga 69 børn. Hetta svarar til 40 bæði fyri alla havnina, men eisini á Sólareyganum. Mirjam Johannesen er leiðari á dagstovninum Sólareygað. Hon er ikki vís í at stovnarnir eru førir fyri at taka ímóti fleiri børnum undir verandi umstøðum. Hoyr samrøðu við Mirjam Johannesen. Landskassin hevur sum heild lán við styttri freist enn lond, vit samanbera okkum við, og tað merkir ein størri váða, tá lánini skulu endurfíggjast. Lánifreistin á lánum hjá landskassanum er í miðal 2,6 ár, meðan hon eitt nú er 9,4 ár í Týsklandi og 8,6 ár í Danmark. Rentan er lág, og tað merkir, at landskassin rindar nógv minni í rentum fyri lánini enn í 2011. Í 2019 rindaði landskassin í miðal 0,86 prosent í rentu av sínum fýra lánum uppá tilsamans 3,7 milliardir krónur. Í 2011 var rentan á landskassaskuldini í miðal 3,04 prosent. Var miðalrentan á sama støði sum í 2011, hevði landskassin goldið 80 milliónir krónur meira í rentuútreiðslum í 2019 fyri skuldina uppá 3,7 milliardir krónur, skrivar Landsbankin í frágreiðing síni. Í tíðindasendingini til børnini, sum kemur í kvøld, vitja vit barnagarð og skúla, og vit hitta landsins hægsta leiðara á økinum, nú stovnar og skúlar lata upp.aftur. Torgerð Matrast á Langasandi hevur føroyskar dunnur, og nógv fólk kring landið hava fingið dunnur frá henni við áminning um at halda slagið reint. Føroyska dunnan hevur eins og onnur føroysk húsdjórasløg øld eftir øld lagað seg eftir okkara viðurskiftum. Hon er minni í vavi enn tær útlendsku og klárar seg væl. Torgerð hevur eisini nakrar gæs av tí gamla føroyska slagnum og tær eru eisini minni enn tær útlendsku. Jens Ivan í Gerðinum, landbúnaðarfrøðingur, greiðir frá seyðinum, sum í veruleikanum er tann sami sum kom til landið við glandnáminum og hann hevur lagað seg til okkara viðurskifti. Hann hevur livað og lagað seg til okkara viðurskifti øll árini vit hava búleikast her. Heilivágurin og røktin hava gjørt, at seyðurin nú á døgum er nógv størri enn fyrr. Á Royndarstøðini hava tey havt tvær kýr standandi ,yri at vita um nakað føroyskt gen er eftir í teimum. Men Jens Ivan staðfestir í sendingini, at føroyska kúgvin er farin. Á Royndarstøðini máta tey føroysku rossini fyri at staðfesta hvussu tey eru bygd, so tey fáa sín egna standard at ala eftir. Signa Joensen av Signabøgarði og Elisabet Thomsen úr Hvannasundi greiða rossunum. Tær siga, at tað er umráðandi at finna eitt brúksvirði fyri føroysku rossini. Tey eru ikki egnað at ríða kapp móti teimum útlendsku, men tey eru væl egnað at draga ymiskt og serliga væl egnað eru tey til børn, tí tey eru so tolin og spakfør. Signa og Elisabet eru sannførdar um at vit sjálvsagt eiga at hava okkara egna rossaslag. Heiðrún Sigurðardóttir, kynbótafrøðingur úr Íslandi, mátar rossini. Hon er hugtikin av at føroyingar hóast alt hava klárað at varðveitt føroyska rossið, sum er væl egnað til lendið í Føroyum. Okkara ross er eitt sindur styttri og væl lægri enn íslendski hesturin, men beinini og hógvarnir eru sterk. Nú eru tey 87 í tali, men tað er neyðugt at koma upp á 200 ross fyri at tryggja stovnin. Karl Johan Nielsen í Vatnsoyrum tók í 1978 stig til at stovna Felagið Føroysk Ross. Tá hildu nógv fólk, at tað gamla føroyska rossið var horvið. Men við miðvísum arbeiði varð staðfest, at tað var ikki farið og álítandi blóðkanningar staðfestu, at føroyska rossið er eitt egið ross, ið ikki líkist nøkrum øðrum. Hetta gav mót um at fara undir at ala undan nøkrum útvaldum rossum. Karl Johan heldur, at at føroyska rossið hevur góðar eginleikar, sum føroyingar ikki hava dugað nóg væl at virðismett. Jóna Adelaide Ólavsdóttir er forkvinna í Felagnum Føroysk Ross. Hon sigur, at felagið leggur dent á styrkirnar hjá okkara rossi. Tey eru serliga tolin, blíð og rólig. Tey eru væl egnað til alt uttan kappingar móti útlendskum rossum. Lendið tolir betri føroysk ross, tí tey eru lættari og bíligari at hava. Fleiri og fleiri fáa eyguni upp fyri dygdunum hjá føroyska rossinum. Stóra ynskið hjá felagnum beint nú er at fáa neyðugu lógarbroytingina, sum gevur loyvi at útflyta ross, so fólk uttanfyri Føroyar sleppa at hjálpa til at varðveita rossið. Endursending frá 2006. Fiskur og fiskivinna hevur myndað lívið hjá havnarmanninum Akseli Hansen í meira enn eina hálva øld. Hann var við á sinni til at seta flakavirkið Bacalao á stovn og var stjóri har til virkið undir kreppuni ímóti hansara vilja endaði í mølposanum hjá Føroya Fiskavirking. Hóast 82 ára gamal hevur hann framvegis sína dagligu gongd á vestaru bryggju í Havn sum reiðari á fýra skipum og eigari av ísvirkinum. Aksel Hansen tók bankaútbúgving í í Sjóvinnubankanum undir krígnum og starvaðist síðani eitt skifti sum bankamaður í Íslandi og Skotlandi, áðrenn hann kom heim aftur og fór at gera um seg í fiskivinnuni her heima og í Føroyingahavnini, har hann eisini var eitt skifti. Stóra frítíðarítriv hansara hevur allar dagar verið ross og traðarbrúk. Skansabryggjan í Havn skrædnar, og meðan arbeitt hevur verið við at staðfesta ábyrgd síðan í oktober, hevur arbeiðið ligið stilt og Tórshavnar Havn fær neyvan bryggjuna handaða fyri enn um jóltíðir Á flogvøllinum er eftirlit við hvørjum einstakum fólki, sum kemur inn í landið. Tey verða eyðmerkt og skulu hava greitt endamál við ferðini. Tó kunnu fólk úr Danmark og Grønlandi ferðast til Føroya, um tey fara í sóttarhald í tvær vikur. Tann farsóttarlógin, sum er galdandi í Føroyum, gevur ikki somu møguleikar at seta krøv til fólkið, sum eitt nú lógin í Danmark ger, sigur fútin. Annika Olsen, borgarstjóri í Tórhavnar Kommunu, heldur, at landsmyndugleikarnir eiga at seta forboð ímóti, at ferðamannaskip koma til landið meðan smittuvandi er fyri korona. Somuleiðis heldur hon, at skulu festivalar og onnur tiltøk steðgast, so skal hetta gerast við greiðum forboðum frá landsmyndugleikunum. Bjarni Arge, miðlafrøðingur, og Brynhild Thomsen, journalistur, meta um, hvussu kreppusamskiftið hjá landsstýrinum og myndugleikunum annars hevur eydnast í koronakreppuni. Uppskot var annars gjørt um venjing og kappingar, men Koronuráðgevingin heldur ikki, at tað ber til at rógva kapp á tryggan hátt í hesum koronutíðum. Fjarstøðan millum bekkirnar er ov stutt, og andingin hjá rógvarunum stór og kraftmikil. Hetta ger, at eitt felags útandingarsirm vil liggja um bátin, so allir rógvarar eru í smittuvanda. Mett verður ikki, at møguleikar eru fyri verndarátøkum so sum maskur og handskar. Koronuráðgevingin mælir tí frá at rógva kapp í ár, sigur Róðrarsambandið, sum eisini mælir frá, at vant verður í bátunum. Forsetin boðaði frá hesum í nátt, okkara tíð. Forsetin hevur fyrr steðgað allari tilflyting úr Kina og Evropa fyri at forða fyri at virusið breiðir seg. Nú er tað fyri at verja amerikonsk arbeiðspláss. Samstundis, sum koronuvirusið hevur kravt meira enn 42.000 amerikonsk mannalív, hevur farsóttin rakt amerikanska arbeiðsmarknaðin meint. Meira enn 22 milliónir amerikanarar hava søkt um arbeiðsloysisstuðul seinastu fýra vikurnar, og tað er met høgt tal av arbeiðsleysum. Avgerðin hjá Trump, at stongja markið, er eitt av fleiri tiltøkum sum umsitingin hevur sett í verk seinastu vikurnar, skrivar New York Times. Funnist hevur verið at Trump fyri tiltakið, og summi leggja hann undir at gera sær dælt av umfarsóttini til at herða tilflytarapolitikkin. Tvær myllur í Neshaga og ein í Húsahaga mala ikki í løtuni. Teknikarar hava kannað myllurnar og staðfest, at generatorfeilur er orsøkin til brekið. Helst verður neyðugt at fáa serfrøðingar hjá Enercon til at umvæla myllurnar. Men nær tað verður, er óvist í hesum tíðum, tá ferðingin millum lond er sera avmarkað. Í løtuni er óvist, nær tað fer at bera til at fáa hesar serfrøðingar til landið at umvæla myllurnar, tí serfrøðingarnir hava trupult við at ferðast um landamørk, orsakað av koronutiltøkum, sigur Heri Mortensen, deildarstjóri fyri framleiðsluna hjá SEV. Uppskotið kom í tingið 6. mars, og fyrsta viðgerð stóð í dagsskránni fyri tingfundin í morgin. Men hetta var eitt mistak, sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, sum eigur uppskotið. Málið skuldi ikki við nú, og tað er tikið av skránni aftur. Tíðin er ein heilt onnur hjá Als nú enn, tá uppskotið varð lagt fram. Stýrið hjá Als skeyt upp at broyta inngjaldið og útgjaldið hjá Arbeiðsloysisskipanini. Stuðulin til arbeiðsleys kundi fara úr 17.500 krónur um mánaðin upp í 18.500 krónur. Útgjaldsprosentið skuldi hækka úr 75 upp í 80. Inngjaldið skuldi lækka úr 1,25 prosentum niður í eitt prosent. Hendan broytingin í inngjaldinum kann gerast við kunngerð. Men tað er ikki gjørt. Í viðmerkingunum um lógaruppskotið stendur, at kunngerðin kemur samstundis sum lógin kemur í gildi. Antin skikka fólk sær betur nú, ella verða færri brotsverk fráboðað. Revsilógarmálini eru fækkað meir enn eina helvt seinastu 12 árini, úr 1.100 í 2007 til eini 500 í fjør. Minkingin er stór á flestu økjum, uttan viðvíkjandi siðamisbrotum, sum eru vorðin nøkur fleiri. Hetta vísa yvirlit um virksemið hjá løgregluni Serliga eru málini um herverk færri nú. Tey plagdu at vera 400 um árið, men eru nú stívliga 100. Innbrot og stuldur eru eisini færri í yvirlitinum. Talið er farið úr 475 um árið niður í 150. Harðskapsmálini eru eisini færri, men ikki so nógv færri sum hini. Harðskapsmálini vóru 80 til 90 um árið fyrst í hesi øldini. Tey eru nú millum 70 og 80. Men siðamisbrotini eru vorðin fleiri nú. Ein ábending um gongdina er, at tey vóru 21 í 2017 og 33 í 2019, skrivar Hagstovan, sum hevur kunngjørt tølini hjá løgregluni. Eitt annað revsilógarøki við fáum fráboðanum er ónáðan og ærumeiðing, sum øll hesi 20 árini, sum farin eru av øldini, hevur ligið millum 30 og 60 mál árliga. Koronaráðgevingin metir ikki, at tað er møguligt at rógva kapp á tryggan hátt út frá einum heilsufrøðiligum sjónarmiði í koronatíðum. Mett verður ikki, at møguleikar eru fyri vernarátøkum so sum maskum og handskum. Koronaráðgevingin mælir tí frá at rógva kapp í ár, stendur í boðunum. Í Bretlandi arbeiðir ein bólkur av granskarum frá London School of Hygiene og Tropical Medicine, og felagsskapurin Medical Detection Dogs, saman, um at venja upp servandar hundar, soleiðis at teir kunnu hjálpa í stríðnum móti koronufarsóttini, sum herjar um allan heim. Endamálið er, at hundurin skal kunnu lukta, um ein persónur er smittaður av virusinum ella ikki. Servandir hundar eru fyrr nýttir til at lukta og finna aðrar medisinskar diagnosur sum diabetes, parkinson, malaria og enntá eisini krabbamein. Arbeiðiði hjá okkum fyrr hevur víst, at hundar kunnu finna lukt frá fólki við malaria neyvt, sigur James Logan, professari, í tíðindaskrivi, sambært CBS. Men vit vita, at aðrar sjúkur í andingarleiðini broyta kropsluktin hjá okkum, og tí er møguleiki fyri, at hendan eisini ger tað, sigur Logan. Riggar hetta, vænta granskararnir, at hundarnir kunnu brúkast í kanningararbeiðnum, sum longu er í gongd, og at tey kunnu lukta upp í 250 fólk um tíman. Í roynd og veru, so eru vit vís í, at hundarnir kunnu lukta seg fram til covid 19, sigur Claire Guest, doktari, og stovnari av Medical Detection Dogs. Sambært granskarunum, kunnu hundarnir eisini uppdaga broyting í kropshitanum hjá fólki. Tað merkir, at teir kunnu siga, um onkur hevur fepur. Mælt verður tí til, at hundarnir verða brúktir til ferðafólk í floghavnum fyri at eyðmerkja, um persónarnir, sum koma til landið, hava fepur ella ikki. Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, hevur gjørt avtalu við andstøðuleiðaran og formannin í parlamentinum, Benny Gantz, um at skipa savningarstjórn. Tað boðar Netanyahu frá í tíðindaskrivi, sambært Reuters. Forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, og formaðurin fyri tey Blá Hvítu, Benny Gantz, undiskriva nú avtalu um at skipa eina nationala neyð stjórn, stendur í fráboðanini. Sambært fráboðanini tekur Netanyahu fyrsta tørnið, sum varar í 18 mánaðir. Netanyahu hevur eisini fingið við í avtaluna, at hann hevur veto rætt, sýtingarrætt, tá tað snýr seg um at tilnevna løgmálaráðharra og ríkisákæra, skrivar blaðið Haaretz. Netanyahu, sum hevur sitið longst sum forsætisráðharri, varð í januar skuldsettur fyri mutur. Eygleiðarar hava spátt, at Netanyahu fór at royna at fáa enn eitt val, so hann kundi trýsta nýggja lóggávu ígjøgnum, sum kann verja hann móti skuldsetingunum. Í síðsta mánað varð Grantz, púra óvæntað, valdur til formann fyri ísraelska parlamentinum, Knesset. Tá segði Gantz, at hann fór at nýta sína støðu til at royna at fáa avtalu í lag við Netanyahu um at skipa stjórn. Tað fall ikki í góða jørð hjá øllum, og flokkurin hjá Gantz á miðjuni fór í tvíningar. Fleiri viðmerkjarar hava tosað um, at Netanyahu fór at gera sær dælt av viknaðu støðuni hjá Gantz og útskrivað enn eitt val, tað fjóðað í eitt ár, skrivar AFP tíðindastovan. Atfinningin frá Transparency Greenland, Gjøgnumskygt Grønland , kemur eftir at landsstýrisformaðurin hevur skift út nevndarlimir í fleiri almennum feløgum. 2. apríl avgjørdi Kielsen at hava eykaaðalfund í trimum almennum feløgum bert fáar vikur undan vanliga aðalfundinum. Fyri Visit Greenland og Illuut merkti tað, at fleiri nevndarlimir eru koyrdir úr nevndini og nýggir komnir í staðin. Eykaðalfundurin hjá Kalaallit Airports hevur ikki verið enn. Tansparency Greenland vísir á, at hóast talan er um almenn feløg, og at fólkið velur landsstýrisformannin, ber ikki til at fáa innlit í, hvussu Kielsen velur fólkini til ymisku nevndirnar. Talan er um nevndarsessir, har limirnir fáa úr 50.000 upp í 750 túsund krónur um árið í nevndarsamsýning. Vit høvdu hugsað okkum gjøgnumskygni í øllum samanhangum, tí tað er besti máti móti mutri og vina og kenningapolitikki. Tí vilja vit hava mest møguligan opinleika, eisini tá nevndarlimir verða tilnevndir, sigur Anita Hoffer, formaður í felagsskapinum. Borgararnir skulu skilja, hví hesi fólkini verða vald í nevndina, men tey, sum verða koyrd úr nevndum, skulu eisini skilja, hví tað er so, sigur hon. Transparency hevur, síðani 2012, eftirlýst størri opinleika í tilgongdini, og í 2019 gjørdi felagsskapurin frágreiðing, har TIG kom við fleiri tilmælum til, hvussu tey kunnu vísa størri opinleika. Ítøkiliga mælir TIG til, at førleikalýsing verður gjørd av hvørjum nevndarlimi, og almenningurin skal hava atgongd til upplýsingarnar. TIG mælir eisini til, at nevndarlimirnir fáa eina hondbók, har tey kunnu lesa um, hvussu tey sleppa undan at enda í eini støðu við mótstríðandi áhugamálum, skrivar grønlendska kringvarpið, KNR. Grønlendska blaðið, Sermitsiaq, hevur spurt Kim Kielsen, landsstýrisformann, hví hann hevur havt skund at broyta nevndarsamansetingar so stutt undan regluligum aðalfundum, men hann hevur ikki svarað spurninginum. Teir skulu laða garðar, og fáa pengar frá kommununi afturfyri. NSÍ hevur ikki brúkt møguleikan at senda sínar spælarar í lønarískoytisskipanina hjá Als. Liðskiparin á besta mansliðnum hjá NSÍ, Klæmint Andrasson Olsen, spurdi borgarstjóran í Runavík, um kommunan kundi lata leikararnar fáa okkurt at gera fyri at hjálpa felagnum. Men nú vóru góð ráð dýr. Hvussu kunnu 25 mans arbeiða saman, og tveir metrar eru millum teirra Jú, teir kunnu laða gomlu grótgarðarnar uppaftur. Tað staðfestir Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti, nú virkið á Glyvrum manglar starvsfólk, samstundis sum fleiri enn 3.600 fólk ganga heima orsakað av korona. Fyrra tíman tosa vit við serfrøðingar. Tóra Petersen, kreppusálarfrøðingur, Pætur Dahl, filosoffur, og Jan Otto S. Holm verða við okkum og lýsa korona kreppuna í frásjón. Í gjár var dagurin, tá ið føroyska samfelagið skuldi upp aftur í ferð. Fyrst í røðini vóru dagstovnar, 1. til 3. flokkur í fólkaskúlanum og partar av almannaøkinum. dagsins sending viðgera vit hvussu tað hevur eydnast, og tosa í tí sambandi við serfrøðingar, foreldur, stovnsleiðarar, brúkarar og onnur. Luttakarar Leivur Persson, Pál Weihe, Margit Stórá, Edvard Heen, Jón Højsted, Marin Joensen, Jógvan Skorheim, Rannvá Helenudóttir, Hervør Lutzen, Tóra Højgaard Joensen og Jóan Petur Hentze. Sendingina gjørdur Arnfríð Joensen Dahl, Jónbrian Hvidtfeldt, Elin Mirjamsdóttir og Hallur av Rana. Apollo skipanin hjá Nasa var skotin í gongd í 1961. Endaliga ætlanin við Apollo var at seta ein mann á mánan. Í 1969 var hetta málið rokkið við Apollo 11. Bert fáar mánaðir áðrenn hetta eydnaðist, varð Apollo 10 missiónin gjøgnumførd. Millum annað hesa fara vit at tosa um í hesum parti av UFO Kjallaranum. Nógvi færri skurðviðgerðir enn vanligt hava verið framdar á Landsskúkrahúsinum, síðan landið var sett niður í ferð. Hetta fer at krevja nógv arbeiði seinni. Hóast tørvurin er ovurstórur, so verður eingin tikin inn til avrúsing í sambandi við rúsdrekkamisnýtslu, tí bæði Heilbrigdið og Blákrossheimið hava latið dyrnar aftur vegna smittuvanda av korona. Tá latið verður upp aftur í mai, verður tað við avmarkaðari orku. Heilsuverkið fer spakuliga í gongd aftur, og møguleiki fer tí eisini at gerast fyri, at rúsdrekkamisnýtarar fáa hjálp aftur, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, sum harmast, at veikir bólkar eru komnir illa fyri av koronatiltøkunum. Hóast øll avlýsa ítrottakappingarnar í summar hondbóltur, fimleikur, flogbóltur og so framvegis so fer fótbóltskappingin kortini at byrja aftur í mai. Christian Andreasen, formaður í FSF, heldur ikki, at tað er neyðugt at avlýsa. Koronaráðgevingin skal ráðgeva sersambondunum um, hvussu ítrótturin skal kunna byrja aftur, heldur enn at frámæla at ítrótturin fer í gongd. Tí, tað er ein politisk avgerð, at ítrótturin skal byrja aftur. ST matvørustovnurin, WFP, ávarar í ársfrágreiðing síni um hungursneyð av ringasta slag. Stjórin fyri WFP, David Beasley, mælir til, at tiltøk verða sett í verk sum skjótast. Vit kunnu um nakrar fáa mánaðir fáa hungursneyð av bíbilskum proportiónum. Og veruleikin er, at tíðin er ikki við okkum, segði Beasley í talu í ST trygdarráðnum. Sambært frágreiðini frá ST matvørustovninum kann talið av fólki, sum líður hugnur, nærum tvífaldast til 250 milliónir fólk. Hóttanin er størst móti fátæku londunum, har ófriður valdar, eitt nú Suðursudan, Venezuela og Jemen. Fleiri lond í Eysturafrika og Suðurasia líða undir, at trot er á matvørum orsakað av turki, og at ongsprettur hava etið grøðina, og tað var longu áðrenn koronukreppan byrjaði. ST stovnurin ávarar um, at avmarkingarnar, sum skulu steðgða koronusmittuni, hótta matvørugrundarlagið í fleiri londum, har akurskurðurin væntandi hevði verið góður. Útgonguforboð og aðrar avmarkingar forða eisini arbeiðnum at berja niður stóru ongsprettuflokkarnar, sum eta stóran part av grøðini í Eysturafrika. Koronufarsóttin hevur eisini rakt búskapin í fátæku londunum meint. Arbeiðsloysið veksur í býunum, og tað merkir, at fólk ikki hava ráð at keypa mat. David Beasley ávarar um, at avleiðingin kann verða, at tíggjutals milliónir fólk doyggja í hungri næstu mánaðirnar, um ikki heimurin hjálpir meira. Tað upplýsir bretski heilsumálaráðharrin, Matt Hancock, sambært BBC í gjár. Hann sigur, at tað hevur hægstu raðfesting at finna koppseting fyri koronuvirusið, og hann fegnast um, at longu í hesu vikuni kann koppsetingin roynast í fólki. Talan verður um 500 sjálvboðin, sum næstu vikurnar fáa koppsetingina, og gongur tað væl, verða fleiri royndarpersónar innkallaðir. Sambært BBC, hevur bretska stjórnin játtað 42,5 milliónir pund, tað svarar til 360 milliónir krónur, til tvær granskingarverkætlanir um at menna koppseting fyri kornuvirusið. Og onnur verkætlanin er á lærda háskúlanum í Oxford. Hin verkætlanin er á Imperial College London s Department of Infectius Deseases, og har søkja tey eftir fólki at gera royndir við. Stevningin varð handað einum dómstóli í gjár, og sambært henni, hava kinesisku myndugleikarnir ábyrgdina av allari líðingini, deyðsføllunum og fíggjarliga tapinum í heiminum, sum tey eru atvoldin til. Republikanski sakførarin, Eric Schmitt, sum handaði rættinum stevningina, sigur, at Kina leyg um vandarnar við virusinum, og gjørdi ikki nóg mikið fyri at forða smittuni at breiða seg. Undirvísingin á Glasi heldur fram sum fjarundirvísing restina av árinum, og tí er undirvísingarstøðan í stóran mun óbroytt, síðani skúlarnir lótu aftur fyri næmingum 16. mars. Tað kunnger skúlaleiðslan í skrivi til starvsfólk og næmingar. Um tørvur er á undirvísing, sum ikki er møgulig við fjarundirvísing, kunnu miðnámsnæmingar, sum eru á endaári tað er 3.G og 2.HF í ávísan mun fáa undirvísing á skúlanum. Til dømis, tá ið royndir skulu gerast í alisfrøði ella evnafrøði, ella um tørvur er á tónleikahølið. Í høvuðsheitinum raðfestir Glasir teir flokkar og næmingar, sum gerast lidnir í ár. Formliga er síðsti undirvísingardagur fyri hesar flokkar 15. mai. Fer kravið um ævigan vøkstur at halda fram, og minkar fjarstøðan millum privata økonomi og almennna, nú almennir hjálparpakkar verða oystir inn í vinnurnar Tá korona tiltøkini vórðu sett í verk, saknaði Jóhannes Miðskarð at ganga til skeið og fyrilestrar í frítíðini, so hann fór sjálvur at skipa fyri júst tí ókeypis. Á skeiðnum verður samskift um, hvussu tú hevur tillagað teg inntil víðari í korona perioduni og so verður tú lærd ur um sjálvleiðslu og broytingarleiðslu, soleiðis at tú hevur møguleika at gera betringar til tína korona periodu. Fyri gott og væl einari viku síðan kom Visit Faroe Islands við teirra nýggjasta átakið Remote Tourism . Í stuttum snýr tað seg um, at ein og hvør kann uppliva Føroyar úr sofuni við at stýra einum føroyingi, sum gongur ymsastaðni í Føroyum. Eins og í telduspølum kann man stýra føroyingunum, hvønn veg hann gongur og fáa frágreiðingar um støðini, man vitjar. Hóast bert ein í senn stýrir virtuella føroyingunum, so kunnu øll onnur fylgja við á túrinum. Eisini hevur átakið verið nevnt í yvir 400 greinum í ymsum stórum miðlum sum til dømis New York Times og The Guardian, har tey fáa sera góða umrøðu. Samanumtikið hava tað verið sera fjølbroyttar upplivingar, og har er nógv stuttligt eftir, sum fólk kunnu gleða seg til, sigur Olivia Døgg Fríðfinsdóttir. Visit Faroe Islands hevur áður roynst væl við øðrum átøkum s.s. Google Sheep View , Faroe Islands Translate , og Closed for Maintenance , sum øll vunnu altjóða virðislønir. Sambært góðu afturmeldingunum týðir nógv uppá, at Remote Tourism eisini fer at fáa viðurkenning innan ferðavinnuna. Stóri spurningurin er kortini, um vit hava lært nakað sum helst, tá ið gerandisdagurin kemur aftur, og hjólini mæla við fullari ferð. Pætur ivast, Tóra vónar. Tað skuldi vera ein vegleiðing fyri, hvussu kappróðurin trygt kann byrja aftur. Men tilmælið frá Coronaráðgevingini til Róðrarsamband Føroya líktist meira einum frámæli. Har stóð eg so í teirri støðu, at eg ikki reiðiliga kundi síggja, hvussu tað bar til at gera nøkur átøk, sum munandi kundi gera tað tryggari. Tað sigur Pál Weihe, yvirlækni og limur í Coronaráðgevingini, sum skrivaði tilmælið til Róðrarsambandið, sum at enda tók avleiðingarnar og avgerðina at avlýsakappróðurin í ár. Hoyr alt innslagið og samrøðuna við Pál Weihe. Ivi er sáddur um, hvørt tað er uppgávan hjá Coronaráðgevingini at koma við tilmælum, sum í praksis eru avgerandi fyri, um ein ítróttargrein kann halda fram ella ikki. Bæði forsetin í Ítróttarsambandi Føroya og løgmaður søgdu við Dag og Viku í gjár, at uppgávan hjá Coronaráðgevingini er ja at ráðgeva. Eg eri hóast alt yvirlækni í umhvørvismedisini og professari í fólkaheilsu, so eg havi tann formella kunnleikan til at svara, sigur Pál Weihe. Eg meti ikki, at tað er møguligt at rógva kapp á tryggan hátt út frá einum heilsufrøðiligum sjónarmiði í koronatíðum. Fjarstøðan millum bekkirnir er heilt einfalt ov stutt og andingin hjá rógvarunum av góðum grundum stór og kraftmikil. Hetta hevur við sær, at eitt felags útandingarsirm vil liggja um bátin, so allir rógvarar eru í smittuvanda. Eg havi ilt við at síggja møguleikar fyri verndarátøkum so sum maskum og handskum. Mín niðurstøða er tí at mæla frá at rógva kapp í ár. Sambært Vegard Hagen, ítróttaredaktøri á norsku sjónvarpsrásini TV2, hevur norska sjónvarpsrásin fingið fleiri áheitanir frá fólki, um at vísa føroyskan fótbólt nú eingin fótbóltur er at síggja á norsku sjónvarpsskíggjunum, orsakað av koronafarsóttini. Hoyr alt innslagið og samrøðuna við Vegard Hagen her. Í Føroyum eiga Televarpið og Føroya Tele sjónvarpsrættindi til at vísa dystir í bestu føroysku deildini. Avtalan við Fótbóltssambandið er galdandi í trý ár. Hvat eyðkennir Palla Gregoriussen sum arkitekt og hvønn týdning hevur Palle havt fyri føroyska bygging Hesar og aðrar spurningar umrøða vit saman við arkitektunum Hannisi Egholm og Alberti Isfeld, nú nýggj bók um arkitektin og listarmannin J. P. Gregoriussen er á gáttini. Nýggja bókin um J. P. Gregoriussen Palle, telur umleið 250 síður, og lýsir Palla Gregoriussen sum persón, arkitekt og listarmann, samstundis sum nomið verður við eitt nú uppvøkstur og familju. Í bókini eru eisini nógvar myndir og tekningar. Leikurnar í vøggustovum og barnagørðum mugu vaskast javnan í hesum døgum. Og fyri at lætta um hetta arbeiði, hevur Regin W. Dalsgaard, íverkseti, tikið stig til at vit í Føroyum kunnu framleiða UV geisla sóttreinsandi tól. Vit tosa við Regin W. Dalsgaard og Maritu Debes Magnussen. Tú kanst hoyra sendingina her Tilsamans hava nú 187 fólk í Føroyum fingið staðfest koronusmittuna. 6.375 kanningar eru gjørdar. 105 kanningar eru gjørdar í gjár. Tað skrivar heimasíðan Iceland Monitor. Ráðharrin í heilsumálum, Svandis Svavarsdóttir, kunngjørdi í gjár eina fyriskipan, ið ger greitt, at øll, sum koma til Íslands, skulu í sóttarhald, tá tey koma til lanið. Higartil eru bara íslendingar, og fólk sum búgva í Íslandi, fingið boð um at fara í sóttarhald, men nú verða ferðafólk eisini fevnd av boðunum frá íslendsku heilsumyndugleikunum. Tey fáu ferðafólkini, sum koma til Íslands í hesum døgum, skulu útfylla skjøl, sum tey geva myndugleikunum til passeftirlitið í Íslandi. Har skulu tey greiða frá, hvar tey fara í sóttarhald, og undir hvørjum umstøðum. Ísland er partur av Schengen økinum, sum inniber, at fólk kunnu ferðast uttan pass millum tey 26 londini í Schengen økinum. Tí vera nú eftirlitstøðir settar upp, har ferðafólk úr Schengen økjum nú koma. Talið av koronasmittaðum í Íslandi er minkandi, men nýggju átøkini eru ætlað at verja íslendska fólkið móti smittuspjaðing úr øðrum londum, og eru í fyrsta umfari galdandi til 15. mai. 1.785 fólk í Íslandi hava fingið staðfest koronavirus, men av teimum eru næstan 1.500 fólk komin fyri seg aftur. 19 fólk eru framvegis á sjúkrahúsi, og 898 fólk eru í sóttarhaldi. 10 fólk eru deyð av koronavirus í Íslandi. Kannað varð, um heimaframleidda vøran var merkt á rættan hátt. Eisini varð hugt eftir, um veitarin var skrásettur sum heimaframleiðari, og um vøran varð hildin atskild frá aðrari vøru. Samanumtikið vísti kanningin hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, at minni enn helvtin av heimaframleiddu vøruni var merkt á rættan hátt. Heilsufrøðiliga starvsstovan metir, at hetta átakið hevur økt um kunnleikan og ansnið hjá matvøruhandlum at tryggja sær, at tað er í lagi at selja heimaframleidda vøru. Endursending frá 2006. Triðja sendingin í røðini um slóðarar er um Jákup Joensen. Sumbingin, ið gjørdist lopransmaður, reiðari, flakavirki og hoteleigari og politikari. Og sum brádliga stóð á berum, eftir at hava mist alt. Sjálvur heldur hann, at hann hevði betri evni sum vinnulívsmaður enn politikari. Tey fýra árini á tingi vóru tó við til at reisa hann aftur á føtur fíggjarliga, so hann kundi byrja av nýggjum. Og í 2006, sum 76 ára gamal hevði hann júst latið upp flakavirkið Kirvi í Lopra. Vit møta einum sera opinskáraðum Jákupi í sendingini. Til dømis dylir hann ikki fyri, at Suðuroyggin ikki minst sunnara helvt hevur brúk fyri fleiri persónum av hansara slag, skal hesum partinum av landinum verða lív lagað. Tað eru alt ov fáir mans har suðuri, ið vilja fremja neyðugar íløgur, meðan hugurin at klandrast harafturímóti ikki skortar. Í Fraklandi eru nú fleiri enn 10 milliónir fólk heilt ella lutvíst arbeiðsleys. Sambært The Guardian svarar hetta til umleið helmingin av fronsku arbeiðsfjøldini. Tey fáa sostatt endurgoldið part av teirra løn frá franska statinum, í eini líknandi skipan sum koronaskipanin hjá ALS her í Føroyum. Tað er serliga byggi , hotel og matstovuvinnan í Fraklandi, sum er hart rakt. Har eru ávikavist 93 og 90 prosent av starvsfólkunum koyrd til hús. Arbeiðsverndarlógin verður eisini oftari brotin nú. Tey vóru 36 í 2001 og í 2002. Síðani fóru tey niður í tíggju um árið árini 2004 til 2010. Men nú eru tey fleiri, 15 um árið. Hagstovan hevur eisini tøl um fongslað og varðhaldsfongslað í hesi øldini. Tey vóru millum 100 og 150 um árið fýra tey fyrstu árini eftir aldarskiftið. Men síðani er talið minkað støðugt, og tað var 60 í fjør. Hvørki Per ella Pól HEVUR nakran at vera saman við ella Hvørki Per ella Pól HAVA nakran at vera saman við. Elin Henriksen sigur, at tað eitur hvørki Per ella Pól hevur nakran at vera saman við. Eru tað tvey orð, sum gera eitt samansett orð, so er tað í einum orði, tá ið talan er um eitt fyribrigdi ella ein lut, sigur Elin Henriksen, málkøn. Regin W. Dalsgaard, íverkseti, og Marita Debess Magnussen, granskari, hava sett sær fyri at framleiða sóttreinsandi skáp, sum við UV geislum skulu reinsa leikur á dagstovnum skjótt og trygt. Stríðið at basa koronusmittuni higartil er sera væleydnað, sigur virkandi landslæknin, Anette Lykke Petri. Tað vóru tríggir ungir harrar, sum 14. februar í 2005 settu YouTube á stovn Steve Chen, Chad Hurley og Jawed Karim. Tá starvaðust teir í fyritøkuni PayPal. 23. apríl, 2005 legði ein av stovnaranum, Jawed Karim, fyrsta sjónbandið á YouTube, sum nevnist Me at the zoo . Nú, 15 ár seinni, verða umleið 500 tímar av sjónbondum løgd inn hvønn einasta minutt. Morgunfrúurnar eru kortini ikki ráðaleysar, nú svimjihylurin í Havn eisini er stongdur. Tær hittust í morgun á Tórsbreyt, her tær vandu og hugnaðu sær. Men ítróttafólk hava einki fingið enn, tí Als hevur ikki fingið allar leikarasáttmálar. Søkt er um lønarískoyti til millum 200 og 300 ítróttafólk. Als upplýsir, at 924 fyritøkur hava søkt um lønarískoyti til starvsfólk, tá eru umsóknir frá sjálvstøðugum vinnurekandi taldar við. Lars Fodgaard Møller, landslækni, sum hevur verið sjúkrameldaður síðani 6. april, er nú frískur aftur og kemur til arbeiðis flaggdagin, leygardagin 25.apríl. Lodna er eitt slag av laksafiski, og verður upp til 23 sentimetrar til longdar. Hon gongur í torvum uppi í sjónum, úr vatnskorpuni niður á 300 m, djúpast um dagin. Hon gýtur við botnin úr tveimum niður á 100 metra dýpi. Áhugin fyri, at vera við í koronakanningunum á Deildini fyri arbeiðs og almannaheilsu er stórur. Mánadagin fingu 1.500 fólk bræv frá deildini í samband við kanning av myrkatalinum í samband við koronasmittuna. Telefonirnar eru glóðheitar og í løtuni hava fleiri enn 650 fólk boðað frá, at tey vilja luttaka í kanningini. 36 fólk hava hinvegin sagt nei til, at luttaka. Tá er talan mest um fólk undir 18 ár ella sum sigla úti, og sum tískil ikki kunnu vera við í kanningini, upplýsir Deildin fyri arbeiðs og almannaheilsu. Landsstýrið hevur biðið løgtingið um loyvi til at taka 1,6 milliardir krónur í láni nú. Uppskotið er farið í løgtingið, men tað er ikki lagt fram enn. 1,6 milliard byggir á miðalafturgongdina í búskapinum, sum kann standast av koronu, ein sonevnd U afturgongd, tað er, at búskapurin verður í botni eina tíð, áðrenn hann fer uppaftur. Landið skal eisini endurfíggja eitt lán í juni. Tað er 1,3 milliardir krónur. Men loyvi er fingið at læna pengar til ta endurfíggingina. Men pláss verður eisini fyri at heiðra John Prine, amerikanska sangaran og sangskrivara, sum korona tíverri megnaði at taka lívið av. Hóast hann mangan kemur við teimum keðiligu boðunum, er hann dagligi miðlagesturin, sum flestøll eru vorðin góð við og hava álit á. Pál Weihe er okkara hósdagsgestur. Mikudagin var Jenis av Rana, landsstýrismaður, á talgildum fundi við 130 mentamálaráðharrum úr øllum heiminum um mentanarlig átøk í korona kreppuni. Vit spyrja, hvat kom burturúr. Og so tosa vit við leiðaran á Ítróttarháskúlanum í Suðuroy, Gudmund Joensen, fyri at frætta, hvussu støðan er har. Pál Weihe er brúktur í alskyns samanhangum hesa tíðina, síðan korona virussið kom til landið. Hann hevur verið okkara húslækni her í kringvarpinum, hann er partur av koronaráðgevingini, hann hevur ráðgivið almennum stovnum og vinnulívi, og sum leiðari á deildini fyri arbeiðs og almannaheilsu stendur hann eisini fyri ymsari gransking í korona smittuni. Ein roynd hjá Visit Faroe Islands fyri nøkrum árum síðani miseydnaðist, men hesa ferð hevur landsstýrismaðurin í mentamálum biðið Jonhard Mikkelsen, stjóra á Sprotanum, gera eina roynd. Korona fer at broyta føroyska summarið. Tað tykist heilt vist, nú fleiri tiltøk, sum savna fólkið, eru antin avlýst ella liggja í andaleypi. Festivalar, stevnur, legur og annað er avlýst, samstundis sum ferðaskrivstovur uppliva eina avlýsing fyri og aðra eftir. Í sendingini verður tosað við vinnulívsfólk og politikarar um støðuna. Harumframt verður hugt eftir hvussu húsamarknaðurin, oljuprísurin og partabrævamarknaðurin eru ávirkað av Korona. Luttakarar Pál Weihe, Jákup Andrias Hansen, Kára á Dunga, Hjalmar Hvítklett, Sigvør Laksá, Erik Biskopstø, Bárður á Steig Nielsen, Bergur Thomsen, Helgi Abrahamsen og Sverri Justinussen. Ivasamt er við undirtøkuni fyri uppskotinum hjá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, um at stuðla Atlantsflogi við serskattaskipan fyri starvsfólkini. Uppskotið reisir fleiri spurningar enn svar og hoyrir ikki heima millum hjálparpakkarnar. Tað heldur formaðurin í figgjarnevndini. Hóast mótstøðuna í tinginum í dag, so væntar Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, at uppskotið um FAS líknandi skipan fyri Atlantsflog fer at verða samtykt. Kappingarnevndin hjá FSF hevur gjørt nakrar reglur viðvíkjandi sóttarhaldi og útsettum ella avlýstum fótbóltsdystum. Róin Schrøter, formaður í kappingarnevndini sigur, at tey mugu taka trupulleikarnar so hvørt, sum teir koma FSF hevur givið feløgunum nakrar leiðreglur at fyrihalda seg til, nú kappingin fer at byrja aftur. Formaðurin í KÍ sigur, at tey hava tikið leiðreglurnar til sín og eru til reiðar til fyrsta dyst, sum er á heimavølli. Barnadeildin á Landssjúkrahúsinum stendur so gott sum tóm, tí síðan korona kom til landið, eru allar hinar infektiónsjúkunar millum børn horvnar. Tað kundi verið endað við einari fornfrøðiligari vanlukku, tá ein einnýtisgrill í gjárkvøldið festið í ein bygning hjá Tjóðsavninum í Hoyvík Hvat kann geva sálarbót í hesum heldur øðvísi tíðum. Spyrt tú eina eldsál í Vága kommunu, so kann ein eplavelta vera júst rætti heilivágurin. Vága Kommuna bjóðar nú øllum borgarum møguleika at fáa eina veltu frá kommununi. Vága Kommuna skipað fyri kapping á sandinum í Miðvági og sandinum í Sandavági, har børn kappaðust um at byggja tað vakrasta sandslottið. Fíggjarnevndin er ikki mjúk í orðum um H bygningin á Landssjúkrahúsinum. Fíggjarnevndin er samd um at játta 799,5 milliónir krónur og ikki 805,3, sum landsstýrið bað um 17. desember í fjør. Fíggjarnevndin hjá løgtinginum hevur nú skrivað álit um uppskotið um at høvuðsumvæla, útbyggja og nútíðargera Landssjúkrahúsið, sum nevndin hevur havt síðani 23. januar. Nevndin hevur strikað 14,8 milliónir krónur til at prosjektera avleiddar verkætlanir. Men nevndin hevur lagt afturat níggju milliónir, sum Heilsumálaráðið bað nevndina um herfyri. Fíggjarnevndin mælir tí løgtinginum til at játta 5,8 milliónir krónur minni enn landsstýrið bað um. Men Fíggjarnevndin er sera hvassorðað í sínum áliti. Hon sigur, at hóast ríkilig tíð hevur verið til at fyrireika verkætlanina, og løgtingið hevur latið neyðugu pengarnar, er fyrireikandi arbeiðið hjá Landsverki við verkætlanini als ikki nøktandi. Nevndin hevur eisini fingið at vita, at ráðgevararnir sjálvir hava granskað sítt egna prosjekt, men at hetta ikki er væl skjalfest mótvegis byggiharranum og Landsverki. Aloftast má rykkjast fyri at fáa hetta tilfarið útflýggjað. Hendan mannagongd undrar Fíggjarnevndina almikið. Sjálvsagt eigur onkur annar enn tann, sum prosjekterar, at granska og góðskutryggja prosjektið, sigur nevndin. Samanumtikið metir Fíggjarnevndin, at verkætlanin við H bygninginum hevur verið ófullfíggjað frá byrjan. Fyrireikingarnar hava snøgt sagt ikki verið nóg góðar, hóast stundir hava verið til tess. Tí eru vit í hesi støðu í dag, har nógvur peningur vantar til sjálvsøgd viðurskifti í verkætlanini, sum eyðsæð áttu at verið tikin við frá byrjan. Hetta er als ikki í lagi, sigur Fíggjarnevndin. Fíggjarstýringin hevur ikki verið nøktandi, og fleiri dømi eru um, at játtan, sum varð ásett til ávíst endamál, er brúkt til annað endamál. Eisini eru dømi um skeivar bókingar fyri stórar upphæddir. Hetta eigur ikki at henda, og enn einaferð átalar Fíggjarnevndin harðliga. Samanumtikið er Fíggjarnevndin púra greið í sínari niðurstøðu tað má og skal sjálvsagt ikki henda aftur Vit spyrja Hvat er rætt og hvat er rangt Vit brúka orðini etikkur og moralur hvørt um annað, men kunnu og skulu vit grundgeva við kenslunum ella við viti og skili Í gjár segði Pál Weihe, lækni og professari í fólkaheilsu, at øll 400 kanningarúrslitini, sum í gjár vórðu gjørd, vóru øll negativ fyri koronu smittu. Starvsfólkini fáa tilboð um at verða kannað aðru hvørja viku næstu tveir mánaðirnar. Sostatt kann hvørt starvsfólk verða kannað fýra ferðir. Sandfrakt skal dýpa framvið Bakkafrost kaiini, djúphavnini og framvið Smyrla kaiini, og dýpt verður eisini útfrá bedingini hjá Vágs Skipasmiðju og longri inni á fjørðinum. Farið varð undir at dýpa havnarlagið í fjør, men arbeiðið varð ikki gjørt liðugt. Arbeiðið fer nú væntandi at taka umleið tvær vikur, skrivar Vágs kommuna á heimasíðuni. Endamálið við talgildu kanningini, sum er tann fyrsta av sínum slagi millum avvarðandi at persónum við demensi í Føroyum, er at lýsa, hvussu gerandisdagurin í familjum, sum eru raktar av demensi, verður ávirkaður av demenssjúkuni harundir hvørjar fíggjarligar, sosialar og heilsuligar avleiðingar avvarðandi uppliva sum fylgju av demenssjúku. Tá ið vit snakka um avvarðandi, hugsa vit um persónar, sum eru um fólk við demensi, ikki bert familju. Vit vilja fegin, at fleiri frá somu familjum svara, tí tað er ikki vist, at øll uppliva støðuna eins. Jú fleiri svara, jú betri og rættvísari fáa vit lýst støðuna hjá avvarðandi, sigur Alzheimerfelagið í tíðindaskrivi. Kanningar uttanlands vísa, at leikluturin sum avvarðandi at persóni við demensi kann hava negativa ávirkan bæði á heilsu og arbeiðslív. Felagið ger hesa spurnakanning til tess at kanna støðuna í Føroyum, soleiðis at til ber at kunna politisku skipanina og at geva myndugleikum og stovnum neyðugu vitanina um støðuna hjá avvarðandi fyri at kunna gera neyðugu raðfestingarnar. Maria Skaalum Petersen, granskari, er fakligur leiðari fyri verkætlanini. Afturat henni luttaka Sára Reinert og Elisabet Antoniussen, sjúkrarøktarfrøðingar og master lesandi í heilsuvísindum á Fróðskaparsetrinum. Í fjør vann Eydna Skaale altjóða heiður fyri røðuna hon helt til pisufundin í Viðarlundini í Havn. Røðan hevði heitið 5 lærdómar frá lívinum. Røðan, sum vann í ár varð kosin sum tann besta í bólkinum eulogy tribute speech . Talan er um eina flaggdagsrøðu, sum Eydna skrivaði fyri Honnu Jensen, távarandi landstýriskvinnu, til eitt flaggdagshald, sum varð hildið á føroysku sendistovuni í London í fjør. Als er ikki til reiðar enn at svara spurninginum, um Als skal upplýsa alment, hvørjar fyritøkur hava søkt um pengar til síni starvsfólk úr lønarískoytisskipanini hjá Als. Kringvarpið hevur biðið um innlit í, hvørjar fyritøkurnar eru, sum hava søkt ikki, hvørji fólkini eru, sum fáa pengar úr lønarískoytisskipanini. Ikki verður til dømis upplýst alment, hvør fær arbeiðsloysisstuðul. Men stýrisformaðurin hevur tó einki endaligt svar í dag. Málið skal kannast fyrst, og stýrið skal eisini viðgera tað. At USA bjóðar Føroyum hjálp meðan koronasmittan herjar, er eitt skálkaskjól. Veruleikin er, at USA vil brúka Føroyar í eini hernðarætlan. Men Jeppe Kofod, uttanríkisráðharri, heldur ikki talan vera um nakran trupulleika, at USA og Føroyar tosa um ætlanir at basa koronasmittuni. Tað gongur ongan veg við Hjálparpakka trý, sum er ætlaður størri fyritøkum. Arbeiðið at snikka hann til, er ikki byrjað. Og Hjálparpakki tvey er heldur ikki komin at virka enn. Við hjálparpakka tvey kunnu fyritøkur fáa stuðul til 75 prosent av føstu útreiðslunum, um afturgongdin í umsetninginum hevur verið millum 60 og 100 prosent. Og fyritøkur kunnu fáa stuðul til 50 prosent av føstum útreiðslum, um afturgongdin í umsetninginum hevur verið millum 40 og 60 prosent. Tó kann ein fyritøka í mesta lagi fáa 80.000 krónur um mánaðin. Stuðulin kann latast til fleiri rakstrareindir hjá somu fyritøku, tað vil siga, at til dømis matstovur og handlar kunnu fáa stuðul hvør sær, hóast tær eru partur av somu fyritøku. Uppskotið til hjálparpakka tvey varð broytt nógv, tá tað kom í Vinnunevndina, og tí virkar hann ikki enn, sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum. Tað er Unn Laksá, ph.d. og leiðari fyri nýstovnaða Sjókovanum, sum er verkætlanarleiðari. Hinir luttakararnir eru Magni Laksafoss frá Sjókovanum og Zvonko Mrdalo frá Fróðskaparsetrinum. Játtaðar eru 193.000 krónur til verkætlanina. Hetta er fjórða umfar av stuðli frá COVID 19 átakinum, og nú hava tilsamans 11 verkætlanir fingið játtað góðar 2,3 milliónir krónur. Tað ber enn til at søkja stuðul til korona tengdar granskingarverkætlanir, tí Granskingarráðið hevði 2,98 milliónir krónur at lata í samband við COVID 19. Góðar 600.000 krónur eru tí eftir. Tað er eingin ávís freist ella umsóknarblað, og umsóknir verða viðgjørdar so hvørt tær verða móttiknar. Møguleikin heldur fram, til tøka játtanin er uppi, skrivar heimasíðan gransking.fo Í Gøtu var í 80unum áhugi fyri at gera eitt virki at virka svartkjaft til mannaføði. Gullfinnur og Bakkafrost høvdu saman við landinum eitt slíkt projekt. Tvey skip í Gøtu kommunu fiskaðu svartkjaft, og havnarlagið í Norðragøtu var útbygt. Illa gekst at fáa undirtøku fyri hugskotinum, og eftir løgtingsvalið 1984 broyttu teir báðir Jákup Jacobsen og Tummas Thomsen kós og søktu um loyvi til eitt uppsjóvarskip. Tað varð teimum játtað í fyrra skipapakkanum hjá landsstýrinum í 1985. Tað lá væl fyri at fáa eginpeningin til vega, og hetta var byrjanin til stórfyritøkuna Varðan í Gøtu men byrjanin var hørð. Søguna um Ova og íbúgvarnar í Aith ber nú til at hoyra á enskum í einum parti av Unfictional sendirøðini hjá útvarðsstøðini KCRW í USA. Røðin sigur søgur um fólk kring allan heimin, ið gera tingini øðrvísi, ella sum sjálvi eru øðrvísi. Tað er danski útvarpsjournalisturin Rikke Houd, sum hevur sett saman søguna um Ova í Hetlandi við samrøðum og upptøkum, hon hevur funnið í Aith. Upptøkurnar eru gjørdar sum partur av einari sendirøð, hon ger fyri DR um Ova, ið verður at hoyra seinni í ár. Hesin enski parturin var tó ein søga fyri seg, sum tey á KCRW gleðiliga tóku ímóti. Eigur ein Public Service tíðinastovnur eisini at hugsa um mentalu heilsuna hjá sínum lurtarum og hyggjarum. Ella mugu vit sættast við at miðlarnir fyrst og fremst og onkutíð bara viðgera evni eftir um tey hava týdning fyri okkum Tey góðu tíðindini eru, hvussu fá eru smittað og hvussu nógv eru frísk. Tey ringu tíðindini, at fleiri og fleiri doyggja í Svøríki ella USA. Ja og so eru summi tíðindi sum sveiggja millum gott og ringt frá degi til dags Nógv av okkum hava havt góða tíð reika á Facebook og instagram, ja ella brúka okkum á teimum miðlunum. Hvussu er okkara facebrúk nýtsla broytt. Gestir Tór Verland Johansen, stjóri Sansir, Búi Petersen, búsitandi í New Foundlandi, Georg L. Petersen, tíðindaleiðari KVF og Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður. Í mars mánaða skuldi matstovan Koks lata upp til sesongina. Men tað varð av ongum vegna koronusóttina. Men Koks fólkini eru klár at fara í gongd, so skjótt tey fáa grønt ljós frá myndugleikunum. Meðan tey bíða, taka tey sær av løttum til dømis við at gera ein urtagarð Frammi við Gjónna, har tey planta urtir og annað grønmeti. Poul Andrias Ziska, høvuðskokkur, sigur, at tey hava brúkt tveir mánaðir til at gera matskránna hjá Koks klára. Summir av rættunum verða teir somu sum í fjør, men okkurt nýtt er á skránni, til dømis sjópylsa , sum á føroyskum eitur trælsrassur . Men sum skilst, eru dagarnir langir, og man ikki vera, at høvuðskokkurin eisini finnur upp á at gera mat heima Í innslagnum greiðir Poul Andrias frá einum italskum rætti, sum hann hevur gjørt nakrar ferðir í seinastuni heima við hús. Stórur vandi er í at lata føroyskt verða ein part av Google Translate, heldur Erik Biskopstø, útbúgvin fólkaskúlalærari og leiðari á kvøldskúlanum í Klaksvíkar kommunu. Tað sama sigur KT trygdarserfrøðingurin Torben Nielsen, sum tó heldur, at tað er bara ein spurningur um, nær føroyskt verður partur av Google Translate, og ikki um tað hendir. Onki vanligt flaggdagshald verður í Havn vegna koronusóttina. Og Norðurlandahúsið og Jensina skipa fyri einum flaggdagshaldi, sum heldur ikki kann sigast at vera serliga vanligt. Tað snýr seg um, at børn hvør í sínum lagi tilevna eitt flagg heima við hús, sum tey so seta upp í bøin frammanfyri Norðurlandahúsið. Sunnuva Bæk, fyriskipari í Norðurlandahúsinum, greiðir frá, at Norðurlandahúsið so smátt fer at lata dyrnar upp tó við øllum forskriftum frá heilsumyndugleikum. Men hon sigur, at í løtuni er alt so óvist, og hon vónar, at eitt tiltak sum til dømis Summartónar verður veruleiki Stjórin á Vága Floghavn tvíheldur um, at flogvøllurin er eitt privat arbeiðspláss. Og tí eru rættindini hjá tænastumonnum ella tænastumannalíknandi setanum ikki galdandi. Sambært honum gevur koronapakkin hjá ALS rætt til at seta fólk niður í løn. Hann er grundleggjandi ósamdur við fakfeløgini, sum siga, at limir hava rætt til fulla løn. Korona kreppan hevur rakt fiskivinnuna hart, eisini JFK í Klaksvík. Serliga lági prísurin er ein avbjóðing, men við nýhugsan frá keyparunum, er marknaðurin so spakuliga við at lata seg upp aftur Klaksvíkar kommuna var tann einasta kommunan, sum ikki lat dagstovnarnar upp 20 apríl. Men mánadagin lata stovnarnir í Klaksvíkar kommunu altso upp aftur, og 123 børn eru tilmeldað. Hetta svarar til millum 20 og 30 prosent av børnunum, sigur borgarstjórin, Jógvan Skorheim. Vanligt er, at útvarpið sendir beinleiðis frá flaggdagshaldinum á Vaglinum í Havn, men í ár er flaggdagshaldið avlýst. Fyriskipararnir hava tó valt at banda flaggdagsrøðuna, sum verður send í útvarpinum klokkan 15.00. Havnar hornorkestur, sum plagar at spæla til haldið, spælir í staðin fyri teimum, sum búgva á Boðanesheiminum. Teams er ein pallur, har tað ber til at hava fund á netinum. Í hesum døgum eru næmingar í miðdeild og hádeild á Teams, tí tað er her, tey hitta lærara og floksfelagar. Hvussu er at hava undirvísing á Teams Anna Helena í 4.flokki í Eysturskúlanum í Havn og Lív, sum er flokslærari, fara at greiða frá. Tað verður ein avbjóðing at fáa pláss til øll børnini, sum eru tilmeldaði ansing í Tórshavnar kommunu. Tað sigur Trivnaðarstjórin hjá Tórshavnar kommunu, Jóan Petur Hentze. Fyri at kunna halda tilráðingunum frá koronaráðgevingini, so er pláss fyri helvtini av børnunum á stovnunum. Hesa vikuna hava 40 prosent av børnunum í Tórshavnar kommunu verið á stovn. Men hetta talið vaksur munandi í næstu viku, tá 60 prosent av børnunum eru tilmeldaði ansing. Eingin nýggjur persónur hevur fingið staðfest smittuna seinasta samdøgrið, men nýggjastu tølini frá myndugleikunum siga, at 48 fólk eru í sóttarhaldi. Fyrr í vikuni var talið 25. Landslæknin Lars Fodgaard Møller sigur, at flieri føroyingar er testaðir positivir tvær ferðir. Hóast fleiri fólk nú eru í sóttarhaldi og fleiri fólk annaðhvørt hava fingið korona av nýggjum ella ikki eru sloppin av aftur við smittuna og tí eru testað positiv, er landslæknin bjartskygdur um gongdina í Føroyum. Seinasta samdøgrið eru 90 kannaði, men eingin varð staðfestur smittaður. Tilsamans eru nú 6548 fólk kannaði fyri korona. Flest allar kommunur merkja, at fleiri hava tørv á barnaansing fyri hvørja viku, dagstovnar hava opið. Og í summum kommunum er ikki pláss fyri øllum børnunum, sum er tilmeldaði. Hesa vikuna hava 40 prosent av børnunum í Havn verið á stovn. Í næstu viku hava 60 prosent meldað til, meðan 70 prosent hava biðið um pláss í aðru viku. Í Klaksvík hava stovnarnir verið stongdir hesa vikuna, men í næstu viku fara millum 20 og 30 prosent av børnunum aftur á stovn. Men gerandisdagurin á dagstovnunum er nógv broyttur, og mett verður at møguleiki er at taka ímóti helvtini av børnunum, sum vanliga ganga á dagstovnunum, um vegleiðingin hjá koronaráðgevingini skal haldast. Nýggi gerandisdagurin krevur nógv av starvsfólkunum, tí nógvar nýggjar mannagongdir eru settar í verk, sigur Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum. Eftir fimm vikur heima fór sonurin hjá Mariu Winther Olsen aftur á stovn í síðstu viku. Men vaksandi tørvurin á barnaansing ger, at pláss er ikki fyri øllum børnunum í næstu viku. Eg helt, at vit nú høvdu fingið ein vanligan gerandisdag aftur. Men í gjár fekk eg so boð um, at hann fær bara ansing tveir dagar í næstu viku, sigur Maria Winther Olsen. Hesa vikuna hava 40 prosent av børnunum í Havn verið á stovni. Í næstu viku eru 60 prosent teknað til, meðan 70 prosent hava biðið um pláss í aðru viku. Í finaluni í kappingini um suðurstreym, eru tveir luttakarar, Sverri Trónd Hansen, sum vann ein dyggan sigur í innleiðandi umfarinum og Jens Mohr, ið vann kappingina seinastu kapping. Vertur Leivur Hansen. Onnur sending av trimum, har luttakarar skulu gita ymisk staðarnøvn í Vágum. Tann, ið vinnur skal seinni kappast ímóti Gutta Petersen. Ólavur Clementsen hevur gjørt spurningarnar, og er hann eisini dómari. Í steðginum syngja Maria Petersen, Hans Jørgensen og Mads Carlo Johannesen lagið Aftur birtist ljós á landi . Luttakarar eru Tummas Lauritsen. Thomas Hans Gaardlykke. Vertur Leivur Hansen. Triðja og seinasta sending, har luttakarar skulu gita ymisk staðarnøvn í Vágum. Ólavur Clementsen hevur gjørt spurningarnar, og er hann eisini dómari. Thomas Hans Gaardlykke vann kappingina eftir at 15 eykaspurningar vórðu settir. Luttakarar eru Gutti Petersen. Thomas Hans Gaardlykke. Vertur Leivur Hansen. Nær var tað er spurnarkapping, har luttakararnir eru búsitandi á útoyggj og í útjaðaranum, og har spurt verður um mangt og hvat við árstølum sum felagsnevnara. Frá Mikladali verður tað Markus í Norðnastovu, ið fer at kappast móti Odu Wilhelmsdóttir Andreasen úr Mykinesi. Tú kanst hoyra sendingina her Onnur í eini røð við trimum Eurythmics tema sendingum í Plátubarrini, frá januar til ársenda í 2020. Útgávan Be Yourself Tonight var tann fyrsta ordiliga góða album útgávan hjá bólkinum Eurythmics, sum við teimum trimum fyrstu hevði gjørt eins og nógvir aðrir tónleikarar tá skrivað tvey hitt og so roynt at sett okkurt miðalgott saman til eina heila LP plátu. Men hetta var nakað annað, eisini var tónleikurin broyttur til ein rokkstíl við Motown og aðrari ávirkan, sum veruligir tónleikarar spældu. Synthpoppurin var lagdur á hyllina, tó hann framvegis spøkti í støðum. Í gjárkvøldið fór at leka í Sandoyartunlinum. Tað er ikki óvanligt, at tað lekur frá ymsum smærri holum, sum av trygdarávum verða borað, men í gjárkvøldið fór at leka rættiliga illa út einum av smærru holunum. Teitur Samuelsen greiðir í dag frá, at nú verður útgerð send á staðið at pumpa vatn úr holinum, Síðani verður betong sprænt inn í holið sum lekur, og arbeitt verður víðari. Teitur Samuelsen sigur í morgun, at nú er so stutt fráliðið, síðani lekin byrjaði, at tað er torført at meta um, hvussu tað kemur at ávirka arbeiðið víðari við tunlinum. Tað upplýsur landslæknin í morgun. Tað eru framvegis í alt 187 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona smittuna. Hetta byggir á í alt 6588 kanningarúrslit. Í løtuni eru 178 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest coronasmittuna. Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna. Í dag verða eftir ætlan gjørdar so fáar kanningar, at næstu ferð nýggj kanningarúrslit fyri corona verða almannakunngjørd verður týsdagin tann 28.apríl. Tey sjey fólkini, sum eru staðfest smittað við korona fyri aðru ferð, vórðu funnin av tilvild, tá tey vóru til regluliga kanning hjá sínum kommunulækna. Tað sigur Lars Foedgaard Møller, landslækni, í dag. Bert ein teirra hevði sjúkutekin, meðan hini eingi sjúkutekin høvdu. Landslæknin sigur, at tað neyvan er neyðugt at lata allar føroyingar, sum hava havt korona, kannað aftur. Orsøkin er, at tey sjey, sum hava fingið staðfest korona tvær ferðir, ikki hava smittað nakran í sínum nærumhvørvi, og tí heldur landslæknin ikki, at tey eru smittað umaftur, men bert, at sjúkan enn kann mátast í kroppinum. Um so var, at allir føroyingar, sum hava havt korona, enn eru sjúk og kunnu smittað onnur, ella at tey sjey eru smittað umaftur í samfelagnum, so høvdu vit sæð tað í tølunum, sigur Lars Foedgaard Møller. Hoyr samrøðu frá útvarpstíðindunum við at trýsta á pílin undir myndini. Í gjárkvøldið fór at leka í Sandoyartunlinum, og í dag eru tangabilar komnir suður til Sands at flyta vatnið úr tunlinum. Enn megna arbeiðsfólkini ikki meira enn at halda stand tað merkir, at tey ikki megna at minka um vatnið í tunlinum, men hinvegin megna at tryggja, at vatnstøðan ikki økist. Teitur Samuelsen væntar ikki, at hendingin fer at seinka arbeiðið við tunnlinum, men spurningurin er, um tað tekur ein ella tveir dagar at loysa trupulleikan. Tað er annars ymiskt, hvussu kommunurnar í landinum hava latið dagstovnaøkið upp aftur. Í Tórshavnar Kommunu ber ikki til hjá øllum at fáa barnaansing, orskað av teimum fyrivarnum, ið verða tikin fyri koronasmittuni. Í útvarpstíðindunum í gjár hoyrdu vit um Mariu Winther Olsen, ið hevði væntað at fáa ein vanligan gerandisdag aftur men sum kortini fekk boð um, at tað var fult, og tí fekk hon bert barnið hjá sær á stovn nakrar ávísar dagar. Slík boð skulu foreldur í Sunda Kommunu kortini ikki vænta sær, tí har hava tey lagt eina greiða ætlan saman við koronaráðgevingini. Og málið hjá kommununi er púra greitt. Øll skulu hava møguleika at fáa børnini ansað. Í Tórshavnar Kommunu hava 60 prosent av teimum, sum vanliga hava børnini á stovni, boðað frá, at tey ætla sær at senda børnini á stovn hesa vikuna, og hetta er sambært trivnaðarstjóranum ein rættiliga stór avbjóðing hjá kommununi. Tað var tann 27. mars, at tað kom fram, at Boris Johnson var vorðin smittaður, og tíðliga í apríl var støðan vorðin so mikið álvarslig, at hann varð innlagdur til intensiva viðgerð í trý samdøgur. Boris Johnson varð útskrivaður av sjúkrahúsi tann 12. apríl, men hevur ikki havt orku til at røkja starvið sum forsætisráðharri fyrr enn nú. Í staðin hevur hann seinastu tíðina roynt at styrkt seg í frítíðarbústaðnum Chequers. Men frá í morgin er bretski forsætisráðharrin tøkur aftur i Downing Street nummar 10. Uttanríkisráðharrin, Dominic Raab, hevur verið virkandi forsætisráðharri í Bretlandi, meðan Boris Johnson hevur verið sjúkur. Hvørjar fylgisjúkur og varandi mein kunnu standast av at hava havt koronasmittuna. Tað er spurningurin, sum læknavísundin enn ikki kann geva eina heildarmynd av. Men seinastu vikurnar eru alsamt fleiri fylgisjúkur staðfestar hjá fleiri sjúklingum, sum hava havt korona. Danski miðil Berlingske skrivaði í gjár, at á Ríkissjúkrahúsinunm eru læknar ørkymlaðir um, at tað eru fleiri sjúklingar, sum til dømis vaknað eftir at hava yvirlivað korona, sum hava tekin um heilaskaða. Lars Foedgaard Møller, landslækni í Føroyum sigur í dag, at tað eru fleiri dømi um, at tey, sum hava verið hart rakt av koronasmittuni, fáa varandi lungatrupulleikar. Men enn er ov tíðliga at siga, um langtíðaravleiðingar kunnu vera av koronasmittuni. Lars Foredgaard Møller vísur eisini á, at tað eru eingi føroyingar, sum hava verið álvarsliga sjúkir av korona, og tí veit hann ikki um, at nakar hevur fingið fylgisjúkur ella varandi mein av korona her á landi. Á eldraøkinum sakna tey greiðari boð um, hvørjar mannagongdir starvsfólk skulu fylgja, fyri at verja tey gomlu best. Joan Eileen Johansdóttir, heilsuhjálpari á heiminum Roðin, segði í Degi og Viku fríggjakvøldið, at hon kann ikki bera at taka smittuna við inn á ellisheimið og tí setir hon strangari treytir til sítt frítíðarlív, enn tilmælini frá myndugleikunum siga. Og hon er ikki einsamøll. Jóngerð Guttesen, leiðari á heiminum Roðin segði eisini við Dag og Viku, at fleiri starvsfólk eru bangin fyri at vera saman við fólki í frítíðini, tí tey hava ótta fyri at draga smittuna við inn á eldraøkið. Tí eftirlýsa tey greið boð um, hvussu framtíðarútlitini fyri eldraøkið eru. Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum sigur við útvarpið í dag, at myndugleikarnir fara at gera eina nýggja vegleiðing fyri eldraøkið áðrenn 8. mai. Og hann væntar, at tær broytingarnar fara at viðføra, at man letur varisliga upp fyri eldraøkinum, eins og man hevur gjørt við fleiri øki í samfelagnum. Starvsfólk á eldraøkinum hava eisini eftirlýst, at myndugleikarnir siga teimum, hvørjar leiðreglur tey skulu ganga eftir, so at tey verja tey gomlu á best møguligan hátt. Eyðun Christiansen vísur á, at Kommunufelagið mitt í mars gjørdi eina avtalu við Pál Weihe, yvirlækna, og serkøn innan eldrarøktina, sum kundu ráðgeva fólk á eldraøkinum um ymisk ivamál, sum stinga seg upp. Tí heldur hann, at ein tilbúginvingarskipan hevur verið á eldraøkinum, sum hevur kunna loftað ymsu ivamálunum. Men hann ásannar, at tey kanska ikki hava megnað at samskift hetta nóg væl út til alt eldraøkið. Hann sigur, at tey nú arbeiða við at gera enn greiðari mannagongdir eitt nú fyri, hvussu eitt starvsfólk á eldraøkinum skal fyrihalda seg, um tey hava húsfólk ella familju, sum koma heim úr útlondunum og skulu í sóttarhald. Hoyr innslag frá útvarpstíðindunum við at trýsta á pílin undir myndini. Handlar, matstovur, venjingarmiðstøðir, kaffistovur, ølstovur og frisørar sluppu øll at lata upp aftur frá í gjáramorgunin klokkan 8. Tó skulu fólk ikki hittast í bólkum á fleiri enn 100 fólk, og á matstovum, barrum og líknandi skal talið á gestum ikki vera hægri enn helvtin av tí, sum hølini annars eru góðkend til. Grønland fór veruliga niður í ferð eina viku eftir, at Føroyar gjørdu tað. Men tá avgerðin varð tikin tann 18. mars, vóru tiltøkini strangari enn í Føroyum. Millum annað bleiv Nuuk avbyrgdur frá umheiminum. Føroyingurin, Rógvi Finnson Johansen, er vegna grønlendska Heilsumálaráðið partur av grønlendska kreppuráðnum. Grønledska tilbúgvingin fekk brádliga rættiliga stórar avbjóðingar, tá koronasmittan rakti sjálvan kreppubólkin. Hoyr longri samrøðu við Rógva Finnson Johansen við at trýsta á pílin á myndini. Tá kom eisini uppskotið um at lata góð 40.000 tons av svartkjafti, sum vóru ætlað til vinnuligar royndir og verkætlanir, sum felagskvotu við hámarki. Á tingfundinum í dag, sum byrjar klokkan10 eru eisini fimm onnur mál. Javnaðarflokkurin hevur uppskot til samtyktar um at dagføra lógina um starvsmenn. Tjóðveldi hevur uppskot til samtyktar um ikki at loyva mismuni á arbeiðsmarknaðinum eitt nú vegna aldur, og um fjarstørv, um at almenn størv í nógv størri mun kunnu verða sett sum fjarstørv kring landið. Rósa Samuelsen og Djóni Nolsøe Joensen hava uppskot til samtyktar um at kanna og taka neyðug stig til, at umstøðurnar í Arrestini í Mjørkadali verða nøktandi og á sama stigi sum í danska fongsulsverkinum annars. Fiskamarknaðurin sigur, at fýra línuskip eru til fiskarí. Eitt er við Eysturgrønland, eitt á Íslandsrygginum og tvey eru sunnan fyri Føroyar. Bara ein djúpvatnstrolari fiskar. Hann fiskar stinglaks. Um partrolarar verður sagt, at fýra pør eru til fiskarí. Trý teirra fiska gulllaks. Ætlanin var ikki at gera hetta arbeiðið nú, men korona ferðaætlanin ger, at nú er lagaliga løtan, sigur Jóhan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari hjá Strandfaraskipum Landsins. Arbeiðið at yvirhála hendan høvuðsmotorin verður eftir ætlan liðugt sunnudagin 3. mai. Tá kann Smyril aftur sigla við fullari megi. Hetta er samtundis seinasta yvirhálingin í hesum umfarinum, og tí kunnu ferðafólk gleðast um, at tað gongur rímiliga rúm tíð til næstu yvirháling av hesum slagnum, sigur Jóhan Petur Abrahamsen. Tað metir Fíggjarmálaráðið, sum biður løgtingið um loyvi at læna 1,6 milliardir krónur Fíggjarmálaráðið væntar hall í ár, sum er millum 800 mio.kr og 1,5 milliardir krónur Hallið kemst av, at landskassin fær nógv minni inntøkur, tí allir skattir og avgjøld minka. Millum annað ger lági oljuprísurin, at meirvirðisgjaldið verður nógv minni. Fíggjarmálaráðið sigur, at tað er sera óheppið í løtuni at selja virðisbrøv landskassans, tí so tekur landskassin eitt kurstap á seg og missir møguleikan at vinna tapið inn aftur. Í fyrsta umfari verður stutttíðarfígging útvegað, sum skal tryggja gjaldføristørvin fram til lántøkuna í mai juni. Millum annað er freistin at rinda meirvirðisgjaldið fyri fyrsta ársfjórðing longd til 15.november, og hjálparpakki tvey hevur longt freistina at rinda tollkredittir. Amerikanski sendiharrin í Danmark, Carla Sands, hevur sagt, at USA letur Grønlandi pengar, góðar 80 milliónir krónur, fyri at verja Grønland móti illsinnaðari ávirkan og tvingsli úr Kina og Russlandi. Nú japanski marknaðurin svíkur, og tað er trupult at sleppa av við tvøstið, hava íslendsku hvalabátarnir sagt frá sær rættin at skjóta hval eisini í ár. Japanskir myndugleikar stuðla vørum frá japansku hvalaveiðifeløgunum, og tí er torført hjá Íslandi at kappast í Japan við prísirnar har. Kristján Loftsson, stjóri í p f Hvali, sigur við Morgunblaðið, at samanborið við Japan, 0eru strangari og dýrari krøv í Íslandi, tá tvøst verður kannað. Nú 2020 verður annað árið á rað, at eingin stórhvalaveiða verður, sigur Kristján Loftsson, at tey framvegis kanna nýggjar møguleikar at gera vørur úr stórhvalatvøsti. Tvøstið inniheldur nógv jarn, og er gott til fólk við blóðmangli, og tvøstið fitar heldur ikki, skrivar Morgunblaðið. Hóast at tey at kalla ongan sáttmála hava um sølu, halda tey fram at gera saltfisk til londini í Suðurevropa á Fiskavirkinum í Gøtu. Páll Gregersen, stjóri, nevnir sum dømi, at ein keypari í Bilbao keypti fyri 60.000 evrur í mars í fjør. Í mars í ár keypti hann fyri 600 evrur. Í prinsippinum vil Heilsufrøðiliga starvsstovan fegin hjálpa til kanna fyri koronavirus uttan fyri landoddarnar. Men føroyska heilsuverkið kemur í fremstu røð. Skotski limurin í bretska parlamentinum, Angus MacNeil, hevur vent sær til Heilsufrøðiligu starvsstovuna um hjálp til koronakanningar í Hebridunum. Tað gongur væl at tøma Sandoyartunnilin. Fleiri bilar koyra vatn úr tunlinum, og gongst sum ætlað, verður boringin tikin uppaftur í kvøld. Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í svari til Ingilín Didriksen Strøm, løgtingskvinnu, sum spurdi um avgerðina at lata samfelagið spakuliga uppaftur. Løgmaður svarar, at áðrenn landsstýrið tók endaligu avgerðina um at lata samfelagið varisliga uppaftur, var ætlanin latin Epideminevndini til viðmerkingar. Epideminevndin hevði ikki viðmerkingar um, at vit í fyrstu atløgu lótu dagstovnar og barnaskúlarnar upp tann 20.apríl, sigur løgmaður. Bárður á Steig Nielsen sigur, at grundreglan í fyrsta upplatingarstiginum var, at vit skuldu hava størst møguligan samfelagsligan ágóða fyri minst møguligan vøkstur í smittubreiðingini. Nýggi mentanar og ungdómsleiðarin í Vestmanna Kommunu, Durita Fagradal Augustinussen, prátaði um nýggja bil biografin í Vestmanna. 28 stuttfilmar og 3 longri filmar. Allir føroyskir. Tað sigur Helgi Abrahamsen landsstýrismaður, sum hevur svarað Akseli V. Johannesen, løgtingsmanni, ið spurdi um veðhald í landbúnaðinum. Løgtingsins umboðsmaður segði í 2007, at kravið um persónligt veðhald er ein órímilig treyt at seta festarum, sum taka lán frá Búnaðargrunninum. Hesin háttur Búnaðargrunsins at tryggja ognir sínar stendur ikki mát við tær avleiðingar, sum kunnu verða fyri festaran, og er tí ikki í samsvari við markregluna, sum er galdandi fyri fyrisitingina. Markreglan ásetur, at fyrisitingin hvørki kann ella eigur at gera størri inntriv í rættindini hjá borgarunum, enn endamálið við atgerðini tilskilar. Løgtingsins umboðsmaður sigur eisini, at tað hvørki í lóg ella kunngerðum eru ábendingar um, at ætlanin hevur verið, at Búnaðargrunnurin skuldi tryggja lán síni við persónligum veðhaldi. Búnaðargrunnurin hevur upplýst fyri Umhvørvis og vinnumálaráðnum, at arbeitt verður við at fara burtur frá persónligum veðhaldi fyri lán til landbúnaðin. 11 granskingarverkætlanir hava nú fingið stuðul frá Granskingargrunninum, Sjúkrakassagrunninum og frá vinnufyritøkum í Føroyum til at granska Covid 19. Tann nýggjasta er um at granska búskaparligu avleiðingarnar, hvussu Covid 19 ávirkar fiskivinnuna og alivinnuna og, hvørjar avleiðingarnar eru fyri búskapin. Nýggja hotellið, Brandan, sum Smyril Line letur byggja við Oknarveg í Havn, letur ikki upp um vikuskiftið, sum ætlanin hevur verið. Fyrsti ársfjórðingur gav 30 milliónir krónur í halli fyri skatt, men BankNordik væntar kortini framgongd í grundrakstrinum, og í løtuni verður mett, at avlopið í ár verður millum 30 og 80 milliónir krónur Gongdin á virðisbrævamarknaðinum hevði við sær hall í virðisbrøvunum hjá BankNordik fyrsta ársfjórðing, tryggingarinntøkurnar minkaðu, og harumframt vórðu 25 milliónir krónur settar av ímóti tapi, sum kunnu væntast í kjalarvørrinum av koronakreppuni. Nes í Eysturoy hevði stóran týdning fyri at verja Skálafjørðin, ið varð mettur sum týdningarmesti fjørður í Føroyum. Alfred Olsen, fyrrverandi løgtingsmaður, endurreisir í hesum døgum kanónskýli frá krígnum. Bretar høvdu tvær stórar kanónir á Nesi og onnur stendur uppi. Søgufrøðingurin Jon S. Hansen í Miðvági hevur havt serligan áhuga fyri seinna veraldarbardaga og hevur granskað í honum. Hann hevur eisini skrivað eina masterritgerð um evnið. Í sendingini greiðir hann frá, hví Føroyar vóru so áhugaverdar í krígnum og frá gongdini í krígnum. Omanfyri og sunnanfyri kanónina á Nesi búgva systkinabørnini Margith Joensen, sum er 90 ár, og Mejnhardt Hansen, sum er 93 ár. Tey greiða frá ymsum minnum frá árunum saman við bretsku hermonnunum. M.a. at tey vóru í biograf, tá farmaskipið Carolina Thorden varð bumbað í Nólsoyarfirði. Í Gerðinum á Nesi er eitt morshús við einum serligum minni frá krígnum. Tað er ein málningur, sum ein bretskur hermaður hevur málað á veggin og hann er óbroyttur. Oleif Gerðisá greiðir frá. 95 ára gamli Heri Mohr í Havn var úti á gamla molanum í Havn saman við skúlafeløgum og læraranum Hans Andriasi Djurhuus, tá bretar komu á Havnina í 1940. Heri sigur frá ymsum krígsminnum og stóru broytingunum í høvuðsstaðnum. lt Leygarmorgunin fingu arbeiðsfólkini í Sandoyartunlinum, at nú eru boraðir 2000 metrar av tunlinum Sandoyarmegin. Leygarkvøldið var støðan ein heilt onnur tá at leka ógvusliga í tunlinum. Teitur Samuelsen, stjóri fyri P F Eysturoyar og Sandoyartunlar, sigur við Kringvarpið í kvøld, at nú er alt vatn fingið úr tunlinum. Arbeiðið at tetta lekan kann tí byrja nú. Í ár skuldu 41.709 tons av svartkjaftakvotu lutast út til vinnuligar royndir og verkætlanir ið hava við sær menning, nýskapan og virðisøking. Men leisturin at luta út hesar kvotur er ikki liðugur enn, hóast svartkjaftavertíðin er byrjað. Nú biður landsstýrismaðurin løgtingið um heimild at víkja frá hesi áseting í sjófeingislógini og luta svartkjaftin út øðrvísi enn upprunaliga ætlað. Eg veit ikki, um øll reiðarí, stór og smá, hava sama tørv á hesum umleið 3000 tonsunum av svartkjafti, ið verða til hvørt skipið, sigur Ruth Vang, forkvinna í Framsókn, sum heldur at her kundi uppboðssølan komið til sín rætt. Nógvar menninarætlanir við svartkjafti eru farnar ígongd, og hesar áttu at fingið sín lutfalsliga part av kvotuni, sigur Bjarni Hammer, framsøgumaður fyri Javnaðarflokkin. Landsstýrismaðurin hevur drálað við at fáa málið avgreitt, og nú velur hann í staðin at lata enn fleiri kvotur til tey reiðarí, sum frammanundan hava mest, sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, sum mælir til at halda fast í upprunaligu ætlanina, eisini um avleiðingin kann vera, at svartkjaftakvotur mugu flytast til næsta ár at fiska. Partarnir á arbeiðsmarknaðinum eru ósamdir um, hvussu hjálparpakkin hjá ALS skal skiljast. Tí meðan summi arbeiðspláss hava sett síni starvsfólk niður í løn við at koyra tey í ALS, eru tað onnur, sum rinda munin millum ALS útgjaldið og lønina, sum starvsfólkini fingu áðrenn korona. Annfinnur Garðalíð, formaður í Skipara og Navigatørfelag Føroya, er ikki í iva tað kann ikki vera rætt, at arbeiðsfólki skal rinda prísin fyri, at arbeiðsplássini standa stinn í hesari undantaksstøðuni, sigur hann. Landsstýrismaðurin í Vinnumálum, Helgi Abrahamsen, sigur, at tað er upp til tann einstaka arbeiðsgevaran at gera av, um tey rinda arbeiðstakaranum munin millum ALS gjaldið og vanligu lønina. Nakrar kommunur bjóða øllum børnum stovnspláss, aðrastaðni sleppa børnini bara á stovn nakrar dagar um vikuna. Tað er ymiskt frá kommunu til kommunu, um børnini á dagstovnum fáa bjóða eit fult ella skert pláss, nu stovnanar varisliga lata upp aftur. Tað er sera harmiligt, at vit eru noydd at tillaga arbeiðsmegina hjá okkum til minkandi eftirspurning, sigur Rickard Gustafson, forstjóri í SAS. Eftir at koronu farsóttin legði altjóða flogferðslu lamna, hevur SAS fyrr sagt, at 90 prosent av starvsfólkunum verða send til hús, tað svarar til 10.000 starvsfólk. Og eftir samráðingar við ymisku yrkisbólkarnar í felagnum, boðar SAS frá, at starvsfólk fara fyribils niður í løn. SAS sigur í tíðindaskrivi, at talið av uppsøgdum kann minka, um eftirspurningurin at ferðast veksur skjótari enn væntað. Í síðstu viku samdust grønlendskir og amerikanskir myndugleikar um, at USA skal íløgur fyri 83 milliónir krónur í Grønlandi, og tað verða í høvuðsheitum amerikanskir veitarar, sum fara at ráðgevni um íløgurnar. Sambært Berlingske er nú greitt, at av teimum 83 milliónunum, fara um 70 prosent til ráðgevning um, hvussu Grønland á bestan hátt nýtir sítt náttúrutilfeingi. Góðar fimm milliónir krónur eru ætlaðar til ráðgeving og útbúgvingar í ferðavinnuni, og fýra milliónir fara til at menna ferðavinnu og útflutning í smábygdum, skrivar Berlingske. Vit hoyra hansara tónleik, hoyra um hansara uppvøkstur, hvat ávirkaði hann, hansara missbrúk, niðurtúr og endan á toppinum, saman við teimum ungu, sum elskaðu tónleikin hjá honum, tá hann andaðist í 2003. 327 vóru úr norðurlondum, 153 úr Afrika, 121 úr Amerika, 478 úr Asia, og ríkisborgaraskapurin hjá 45 var ókendur, sigur Hagstovan. Ein mikroifluensari er ein vanligur persónur, sum leggur gott tilfar á sosialu miðlarnar og hevur nógv samskifti við sínar fylgjarar, sigur Rannvá L Lützen, online ráðgevi. Tað áhugaverda við hesum fólkunum, er, at tey hava hægri trúvirði, og tað er lættari at identifisera seg við tey, enn tað kann vera, tá talan er um influensararnar við nógvum fylgjarum. Norska løgreglan handtók í morgun vinnulívsmannin, Tom Hagen, í sambandi við málið um konu hansara, Anne Elisabeth Hagen, sum er horvin. Eingin hevur sæð ella frætt frá Anne Elisabeth Hagen síðani 31. oktober 2018. Tá hevði løgreglan longu kannað málið í fleiri mánaðir, áðrenn tað kom alment fram. Málið varð í fyrstu atløgu kannað sum eitt mál um burturflyting við kravi um upphædd fyri at lata hana leysa. Seinni varð høvuðsástøðið broytt til manndráp. Hetta er partur av størri verkætlan, sum amerikanska stjórnin hevur tikið stig til í altjóða floghavnini í Keflavík. Hetta er fyrsta verkætlan, síðani amerikanska herstøðin í Keflavík varð niðurløgd í 2006. Sambært Ásgeir Erlendsson, kunningarfólki hjá íslendsku sjóverjuni, varð sjøtul settur á arbeiðið longu í fjør, og tað gongur eftir ætlan. Grøna orkan hjá SEV minkaði góð níggju prosent í fjør sammett við 2018. 2019 var turrasta árið í fimm ár, og minni vindur var eisini í fjør. Kortini var grøna elframleiðslan í meginøkinum oman fyri 80 prosent í 17,2 dagar í fjør, og í 5,9 dagar var elframleiðslan í meginøkinum 100 prosent grøn, upplýsir SEV. Hetta er 38 milliónir krónur meira enn í 2018 og næstan 60 milliónir krónur meira enn í 2017. SEV hevði 62 milliónir krónur í vinningi eftir skatt í fjør. Bussurin, sum skal røkja bygdaleiðir í Sandoy, fer ikki í rutu fyrrenn fyrsta mei men kortini fór Finnur Koba við Teistanum til Skopunar at vita, um eigarin Jákup Fróði Djurhuus kundu lokkast at koyra ein royndartúr. Landsstýrið fer á fundi seinnapartin at taka støðu til kunngerðirnar, sum skulu greina, hvussu fyritøkur kunnu fáa hjálp eftir hjálparpakka 2, sum løgtingið samtykti 6. apríl. Landsstýrið fer á fundi seinnapartin at taka støðu til kunngerðirnar, sum skulu greina, hvussu fyritøkur kunnu fáa hjálp eftir hjálparpakka tvey, sum løgtingið samtykti 6. apríl. Tað hevur tikið rúma tíð at orða kunngerðirnar, tí løgtingið samtykti fleiri broytingar í upprunaliga uppskotinum. Fyritøkur, sum eru hart sperdar av koronakreppuni, kunnu vænta sær fíggjarligan stuðul úr hjálparpakka tvey. Fyritøkurnar kunnu fáa fíggjarligan stuðul til fastar útreiðslur. Stuðulsskipanin fevnir um allar fyritøkur, sum hava mist í minsta lagi 40 prosent av sínum umsetningi. Stuðul verður latin fyri skjalprógvaðar fastar útreiðslur sum húsaleigu, el, hita, fjarskifti, rentur, trygging og líknandi. Útgjaldið fyri hvørja fyritøku er í mesta lagi 80.000 krónur um mánaðin. Undirskriftir verða savnaðar í løtuni undir yvirskriftini setið eina lóg í gildi, sum loyvir tvungnum sóttarhaldi, og avtakið familjuhaldið. Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, sigur, at Tjóðveldi hevur boðað landsstýrinum frá, at Tjóðveldi mælir til at hava kravt sóttarhald. Vestmanna bygdarráð hevur ikki samtykt at fara undir hetta virksemi. Men áðrenn støða verður tikin til virksemi av hesum slag, skal kannast, um tað yvirhøvur ber til, og um kommunan vil hava hetta slagið av virksemi á havnarlagnum. Keiøkið, har skipini liggja, er avbyrgt, soleiðis at bara fólk við serligum loyvi sleppa umborð á skipini. Og manningin sleppur heldur ikki í land uttan heilt serligt loyvi, orsakað av støðuni við koronu. Hon hevur starvast í Skógrøktini síðani 1994, ta hon fór í læru sum gartnari í plantualing. Hon hevur eisini tikið stakar lærugreinir í lívfrøði. Gunnvá Patursson er handilsleiðari í Sheep . Fleiri ferðir um mánaðin skal hon standa andlit til andlits við fólk, sum royna at stjala úr handlinum. Vit eru ofta bilsin av, hvør tað er, sum stjelur. Aldursbólkurin, ið stjelur, er heilt niður í 12 ár og upp til fólk, sum eru um 70 ára aldur. Gunnvá greiðir frá, at tað eisini kann vera fólk, ið eru peningaliga væl fyri fólk við góðari útbúgving og góðum starvi, sum kunnu finna uppá at stjala. Tað er serliga ringt at fráboða, tá tað snýr seg um heilt ung fólk. Tá kemur barnaverndin uppí, og tá kann eg fáa sera ringa samvitsku um avleiðingarnar fyri tann unga, sigur Gunnvá. Løgreglan upplýsir, at olja er tikin í fleiri førum, og eisini eru tekin um, at brotið er inn í bingjur, sum hava staðið á havnarløgum. Stuldurin er væl skipaður, tí tað ber ikki til í eini handavend at taka fleiri hundrað litrar av olju, sigur løgreglan, sum kannar øll málini. Eisini øll fyriskipað felags tiltøk fyri eldri fólk, sum eldratænasturnar vanliga veita, verða framhaldandi óvirkin til 8. mai, sigur Kommunufelagið. Landsverk og harvið landsstýrið rennur undan ábyrgdini at tryggja innsiglingina í Skopun, soleiðis at sambandið í Sandoynna er trygt og regluligt. Sostatt leggur Brandur Sandoy eisini sín egna formann og landsstýrismann undir at renna undan ábyrgd, tí tað er Jørgen Niclasen, sum varðar av Landsverki. Spurningurin um, hvat ein myndugleiki kann loyva sær mótvegis borgarum, er aftur aktuellur, nú myndugleikar kring allan heim hava fingið víðkaðar heimildir at hava eftirlit við borgarum, í royndini at basa koronasjúkuni. Í Føroyum kemur kjakið serliga til sjóndar í spurninginum, um farsóttarlógin skal herðast, so at myndugleikarnir fáa sterkari amboð, og um vit skulu tvinga fólk í sóttarhald, tá tey koma til landið. Fyri hvønn dag, sum gongur, tykist spurningurin at gerast alsamt meira átrokandi, samstundis sum tað gerst meiri sannlíkt, at eingin smitta er í Føroyum. Stríðið móti korona hevur ávirkað gerandisdagin hjá flest øllum føroyingum. Og tað merkist eisini hjá lóggávuvaldinum, tí smittuvandin hevur skert tingarbeiðið Á skrivstovuni hjá Atlantic Airways hava starvsfólkini úr at gera í hesum døgum, tí fólk vilja avlýsa ferðina, og onnur vilja broyta fráferðina. Í hesum parti av UFO Kjallaranum fara vit at práta um fólkarán, eisini kent sum alien abduction. Vit fara at fortelja søguna um Hill parið, sum í 1961 verða tikin upp í ein UFO av aliens. Tað er so dýrt at ferðast til og úr Mykinesi, at tey, sum reka ferðavinnu í oynni, stúra fyri, at ferðafólk heldur fara at vitja aðrar oyggjar í landinum í summar. Tað kemur illa við hjá teimum, sum reka ferðavinnu í Mykinesi, tí vandi er fyri, at eingi útlendsk ferðafólk koma í summar, og tí verður kapping um føroysku ferðafólkini. Tað kostar fleiri ferðir meira at ferðast til Mykines, enn til aðrar oyggjar í Føroyum, sigur Oda Andreasen, sum rekur ferðavinnu í Mykinesi um summarið. Nú Føroyar spakuliga lata uppaftur hava Ruth Vang, Høgni Hoydal og Aksel V. Johannesen hug at lata seg í aftur andstøðuhamin og tala at. Tey tykjast hava mist tolið við samgonguni, sum eftir teirra tykki í ein ávísan mun hevur mist tamarhaldið og hevur ilt við at koma við greiðum boðum. Samstudis ynskja tey sær ein størri leiklut í arbeiðinum at seta gongd á aftur. Gerndishetjurnar trína verliga fram í hesum døgum. Koronakreppan varpar ljós á nøkur størv, sum hava vitalan týdning fyri samfelagið. Samstundis síggja vit, at fólk skipa seg øðrvísi við arbeiði. Hvat ger tað við okkara hugmynd av arbeiði Og fara vit at arbeiða øðrvísi frameftir, nú vit hava sæð nýggjar mátar at skipa okkum Hetta er nakað av tí, vit fara at viðgera hendan tematýsdagin um arbeiði sæð í ljósinum frá hesum sóttartíðum. Í fyrra tímanum spyrja vit Súsonnu Olsen, stjórnmálafrøðing, og Gest Hovgaard, sosiolog, hvørjar broytingar tey hóma í arbeiðslívinum beint nú og frameftir. Vit spyrja eisini Helga Rasmussen, organisatiónspsykolog, hvussu kreppan ávirkar fólk í arbeiði, og um vit fara at skipa okkara arbeiði øðrvísi í framtíðini. Og so hitta vit nøkur teirra, sum umboða onkurt av teimum alneyðugu størvunum í samfelagnum ruskinnsavnaran, pedagogin, bussføraran og heilsurøktaran. Spurningurin um hvar markið gongur millum hvat ein myndugleiki kann loyva sær mótvegis borgarum er enn einaferð aktuellur, aftaná at myndugleikar runt allan heim hava fingið víðkaðar heimildir at hava eftirlit við borgarum og skerja nøkur av teimum grundleggjandi frælsunum, ið vanliga verða vard, í royndini at basa Koronasjúkuni. Her í Føroyum kemur kjakið serliga til sjóndar í spurninginum, um farsóttarlógin skal herðast, so at myndugleikarnir fáa sterkari amboð, so sum at noyða fólk í sóttarhald, og um vit skulu tvinga fólk í sóttarhald, tá tey koma til landið Fyri hvønn dag sum gongur tykist spurningurin at gerast alsamt meira átroðkandi, samstundus sum tað gerst alsamnt meiri sannlíkt, at eingin smitta er í Føroyum. Men politiski myndugleikin hevur higartil hildið aftur við at ogna sær hesar heimildir. Og sum støðan er í løtuni verður tað ikki broytt, men sambært Bárður á Steig Nielsen, løgmanni, so kann tað broytast, um talið av ferðafólkum til Føroyar veksur næstu vikurnar. Andstøða í kreppustøðu Stríðið móti Korona hevur vent upp og niður á gerandisdagin hjá flest øllum føroyingum. Og tað merkist eisini í løgtinginum, ið seinastu vikurnar hevur verið skert vegna Korona. Luttakarar .Ruth Vang, Høgni Hoydal, Aksel V. Johannesen, Katrin á Neystabø, Christian Andreasen og Bárður á Steig Nielsen. Sendingina gjørdu Marjun Dalsgaard, Marin Eidesgaard og John Johannesen. Hallur av Rana var redaktør. Enn hevur ikki verið neyðugt við víðkaðum heimildum til politi og myndugleikar, men tað kann gerast neyðugt, sigur Bárður á Steig Nielsen í kjaki um tvungi sóttarhald í Breddanum í kvøld. Í Danmark eru fleiri dømir um at fólk fáa bót, tí tey eru á skeivum stað í almenna rúminum tað er týdningarmikið at hava álit heldur enn eftirlit, sigur løgmaður, sum ikki vil hava ein politistat . Kjakið um hvussu víðar heimildir myndugleikarnir skulu hava er av álvara kyknað aftur, nú smittan tykist vera burtur úr samfelagnum og størsti vandin kemur uttanfrá. Tað tosa vit við Katrina á Neystabø, aðalskrivara í Amnesty Føroyar um. Hoyr eisini kjak millum Christian Andreassen úr Fólkaflokkinum og Bárð Nielsen, løgmann um tvungið sóttarhald. 4.000 fólk hava verið í serskipanini hjá ALS, men sløk 900 av teimum eru farin úr aftur skipanini. Hóast hetta er eitt tekin um, at samfelagshjólini spakuliga fara í gongd aftur, so hevur ferðavinnan eitt stórt arbeiðsloysi fyri framman, sigur forkvinnan í ferðavinnufelagnum, Henny á Líknagøtu. Tað sigur Hans Andrias Kelduberg, reiðari, nú uppskot hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum leggur upp til, at 42.000 tons av svartkjafti skulu býtast út til tey 14 skipini, sum kunnu fiska svartkjaft. Í Føroyum verður samfelagið spakuliga latið uppaftur, og hósdagin kunnger løgmaður næstu upplatingarstigini. Men tað er ymiskt, hvussu lond hava valt at fyrihalda seg til koronasmittuna. Vit kunnu fyrihalda okkum til læknafaklig atlit, men tá onnur atlit streingja á, gerst avgerðin at lata Føroyar uppaftur trupul, sigur Rógvi Olavson, MSc í politiskum samskifti. Býráðið fer á fundinum í annaðkvøld at taka støðu til eitt uppskot frá Fíggjarnevndini um tað. Tað fer at kosta Tórshavnar kommunu 2,8 milliónir krónur ikki at krevja foreldragjaldið fyri mai. Foreldragjaldið verður goldið forút, so fólk hava longu goldið fyri mars og apríl, tá dagsstovnarnir vóru stongdir. Teir lótu aftur 16. mars. Heldur ikki í gjár varð nakar tilburður av koronasmittu staðfestur í Føroyum. Tað upplýsir Landslæknin í morgun, eftir at seinastu kanningarúrslitini er tøk. Tað eru nú tilsamans 6.851 kanningar gjørdar. Tískil eru framvegis 187 føroyingar smittaðir við koronasmittu. 181 av teimum eru staðfestir frískir. Tað segði Vittus Qujaukitsoq, landsstýrismaður í fíggjarmálum, á tíðindafundi í Nuuk í gjár. Landsstýrið kannar nú, hvussu nógv rentur og avdráttir fara at kosta Grønlandi. Grønland skyldar bara 230 250 milliónir krónur. Samstundis, sum landsstýrið í Grønlandi kannar møguleikan fyri at læna pengar, kannar tað, hvar er møguligt at spara í fíggjarlógunum fyri 2020 og í 2021. Verkætlanir, sum ikki eru so neyðugur at fremja, verða útsettar ella strikaðar, sigur landstýrismaðurin. Fyri einum góðum mánað síðani kom landsstýrið við einum hjálparpakka til vinnulívið, sum fær hálva milliard krónur. Men brúk er fyri fleiri pengum, millum annað til fiskivinnuna og ferðavinnuna, skrivar KNR. Eingir hjálparpakkar eru tó á veg úr landsstýrinum beint nú. Teir koma ikki fyrr enn í heyst, sigur Vittus Qujaukitsoq. Vit vóna, at tað skjótt fer at ganga framá aftur, soleiðis at vit kunnu bjóða stavsfólkum arbeiði aftur, sigur stjórin í Icelandair, Bogi Nils Bogason, sambært Reuters Í gjár boðaði SAS frá, at tey senda 5.000 fólk til hús. Tað er umleið helvtin av øllum starvfólkunum í norðurlendska flogfelagnum. Eisini norska lágprísfelagið, Norwegian, hevur boðað frá, at tað fer bara at flúgva bráðfeingis innanríkisflúgving í Noregi, tað sum er eftir av árinum. Í nevndini eru Jógvan á Lakjuni í Fólkaflokkinum, Ingilín Didriksen Strøm í Javnaðarflokkinum, Frimodt Rasmussen í Sambandsflokkinum, Hervør Pálsdóttir í Tjóðveldi, Bill Justinussen í Miðflokkinum, Bjarni Kárason Petersen í Framsókn og Kristin Michelsen í Sjálvstýri. Tingkvinnurnar, Ingilín Didriksen Strøm í Javnaðarflokkinum og Hervør Pálsdóttir í Tjóðveldi, mæla til at broyta stýriskipanarlógina. Nevndir, sum verða settar eftir grein 25 í tingskipanini, sita, til nevndin hevur avgreitt setning sín, og í longsta lagi, til tingsetan endar á ólavsøku. Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, Michael Boolsen, fúti og formaður í farsóttarnevndini, og eitt umboð fyri heilsumyndugleikarnar vera á tíðindafundinum. Har eru møguleikar í viðarlundunum, sum ikki verða gagnnýttir í dag, sigur leiðarin, sum vísir á, at tey hava 500 plantusløg til aling á Gróðurstøðini, sum kundu verið nýttar í størri mun í viðarlundunum. Tað kostar nú 60 krónur annan vegin at ferðast til Mykines. Tað hevur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, givið Strandfaraskipum landsins boð um. Strandferðslan sigur á heimasíðuni, at væntast kann ikki, at trýstið frá útlendskum ferðafólki verður so stórt í ár, og tí er avgjørt at broyta prísin til tað, hann var, ella 60 krónur hvønn vegin Tað er so dýrt at ferðast til og úr Mykinesi, at tey, sum reka ferðavinnu í oynni, stúra fyri, at ferðafólk heldur velja at vitja aðrar oyggjar í landinum í summar. Tað kemur illa við hjá teimum, sum reka ferðavinnu í Mykinesi, tí vandi er fyri, at eingi útlendsk ferðafólk koma í summar, og tí verður kapping um føroysku ferðafólkini. Tað kostar fleiri ferðir meira at ferðast til Mykines, enn til aðrar oyggjar í Føroyum, sigur Oda Andreasen, sum rekur ferðavinnu í Mykinesi um summarið. Royndarsiglingin vísti, at neyðugt var at fáa róðrið at virka skjótari, tí ferjan skal snara um seg sjálvt bæði í Skopun og á Gomlurætt. Nýggjar leiðreglur, smærri bólkar og herd krøv vórðu sett í verk fyri at tryggja, at koronasmittan ikki skal fáa fótafesti í samfelagnum aftur. Í eini roynd at hjálpa kommununum at seta gongd aftur á hendan partin av samfelagnum, varð ein koronaráðgeving sett á stovn, mannað við serfrøðingum, ið skuldu vegleiða stovnum og kommunum at lata dagstovnarnar uppaftur. Nú fýlast sálarfrøðingar á, at hvørki teirra fakbólkur ella námsfrøðingar vórðu tiknir upp á ráð, tá avgjørt varð at lata stovnarnar upp. Føroyskir sálafrøðingar vísa eisini á, at børn kunnu fáa sálarligan skaða. Alheims heilsustovnurin, WHO, hevur gingið á odda í stríðnum móti korona. Men ikki øll lond, eru so fegin um tilráðingarnar frá ST stovninum, og hava lagt aðrar ætlanir, enn WHO hevur mælt til. Og fyrr í mánaðinum hótti Donald Trump, amerikanski forsetin, við at steðga fíggingini av stovninum, tí hann heldur, at heimsheilsustovnurin var ov seinur á sjóvarfallinum, og tí ikki megnaði at steðga sjúknui. Tað sigur Nick Hækkerup, løgmálaráðharri, í svari til Edmund Joensen, fólkatingsmann hjá Sambandsflokkinum. Hann spurdi, um føroysku og grønlendsku umboðini á fólkatingini verða tikin við, tá samráðst verður um n ýggja politiaavtalu. Nick Hækkerup sigur, at norðuratlantisku løgregludømini eru øðrvísi enn løgregludømini í Danmark, til dømis tá talan er um landafrøði, undirstøðukervi, uppgávurøkt og kriminalitet. Eisini er stórur munur á Føroyum og Grønlandi. Hetta fer sjálvsagt at mynda nýggju politiavtaluna, sum eisini fevnir um føroysku løgregluna, sigur løgmálaráðharrin. Til dømis er avlurtingarpakkin, sum varð samtyktur í 2015, ikki er farin at virka enn, KT skipanirnar hjá løgregluni í Føroyum eru ikki dagførdar, og umstøðurnar til skotvenjing í Føroyum eru ikki nøktandi. Løgmaður hevur tíðindafund í morgin, og tá fer løgmaður at siga, hvat landsstýrið ætlar viðvíkjandi sóttarhaldi, og hvar nú er ætlanin at slaka og lata meira upp. Lars Foodgaard Møller kom til Føroya við flogfarinum mánakvøldið, eftir at hann seinasta leygardag aftur tók við starvinum sum landslækni í Føroyum. Hann bleiv sjúkraskrivaður tann 6. apríl. Tá boðaði danska Stýrið fyri Sjúklingatrygd frá, at hetta hevði onki við COVID 19 sjúkuna at gera. Men fyri knøppum tveimum vikum síðani vísti ein kanning, at landslæknin hevði andevni móti COVID 19 í blóðinum. Kringvarpið hevur verið í samband við Lars Foodgaard Møller, sum sigur, at hann ikki vil viðmerkja síni egnu persónligu viðurskifti. Somuleiðis hevur Kringvarpið verið í sambandi við Stýrið fyri Sjúklingatrygd. Hagani eru boðini, at eitt tíðindaskriv um støðuna verður sent út seinni í dag, men tey vilja annars ikki viðmerkja málið. Kringvarpið hevði ætlað at spurt Lars Foodgaard Møller og Sjúklingastýrið, um øll tilmæli um sóttarhald eru hildin, nú landslæknin kom við flogfarinum til Føroya mánakvøldið. Eisini ætlaðu vit at spyrja, um landslæknin hevur verið møgulig smittukelda, áðrenn hann varð sjúkraskrivaður tann 6. apríl. Ein annar spurningur er, hvussu royndin er tikin og hvørji atlit, ið vórðu tikin, áðrenn hann fór til Føroya við flogfarinum, herundir hvørt hann var staðfestur frískur, tá hann setti seg í føroyaflogfarið. Men tað hevur ikki borið til at fáa Landslæknan ella Stýrið fyri Sjúklingatrygd at svara spurningunum frá Kringvarpinum. Boðini eru bert, at eitt tíðindaskriv kemur seinni. Tað sigur Pauli Trónd Petersen, borgarstjóri, nú Vestmanna bygdarráð í gjárkvøldið samtykti at nokta larmandi skipum at sleppa til bryggju. Fleiri altjóða miðlar skriva, at Pentagon nú hevur leysgivið tríggjar sonevndar UFO upptøkur. Á hesum upptøkum síggjast ókend flúgvandi fyribrigdi. Jónfinn Stenberg hevur stóran áhuga í UFO fyribrigdinum. Hann er annar verturin í poddvarprøðini, UFO kjallarin. Hin verturin vil vera dulnevndur. Tað mest áhugaverda við teimum, er, at amerikanska stjórnin nú viðurkennir, at upptøkurnar eru til, og at tað ikki ber til at staðfesta, hvat sæst á teimum. Í løtuni er gongustjørnan sera sjónlig og bjørt á kvøldhimlinum. Sigrun Skálagarð, stjørnufrøðingur, greiðir frá, at tað í grundini ikki er Venus sjálv vit síggja, men lofthavið á Venus. Rundan um Venus er eitt tætt og tjúkt lofthav. Uttasta lagið er gjørt úr svávulsýru, so rundan um gongustjørnuna eru svávulskýggj. Tá sólarljósið lýsir á skýggini, so reflektera tey ljósið ímóti okkum og av tí, at Venus er so tætt við Jørðina í løtuni, so er hon ógvuliga bjørt at síggja, sigur Sigrun. Eitt, sum eisini er serstakt við Venus, er, at eitt ár Venus er styttri enn ein dagur á Venus. Ein dagur er 243 jørð døgn, meðan eitt ár er 225 jørð døgn. Orsøkin er, at Venus tekur longri at snara um seg sjálva enn um sólina. Nógvu starvsfólkauppsagnirnar fara neyvan at raka føroyaflúgvingina hjá SAS. 5.000 fólk fingu í gjár uppsagnarboð, 1700 av teimum starvast í Danmark. Kringvarpið hevur í dag verið í sambandi við Johan Eckhoss, kunningarstjóra hjá SAS. Hann sigur, at SAS er farið at kanna, hvørjar rutur eru fíggjarliga burðardyggar, men at tað er nátúrligt at, føroyaflúgvingin verður tikin uppaftur, tá marknaðurin letur upp. Johan Eckhoss leggur aftrat, at tey vóna framvegis, at summarflúgvingin til Føroya í ár ikki verður nervað, men tað veldst um, hvussu verður við ferðaforboðnum. 952.300 akfør koyrdu í Vágatunlinum í fjør, 55.436 fleiri enn árið fyri. Tað svarar til, at 2.609 akfør koyrdu í tunlinum um samdøgrið í fjør. Vøksturin er góð seks prosent. Ein millión 308.519 akfør koyrdu í Norðoyatunlinum í fjør. Vøksturin er 6,2 prosent, samanborið við árið fyri. Tað svarar til, at 3.585 akfør koyrdu í Norðoyatunlinum um samdøgrið í 2019. Tað sigur Sigurd Leifsson Lamhauge, stjóri í Landsverki, í sambandi við atfinningarnar frá Brandi Sandoy, løgtingsmanni fyri Fólkaflokkin, um vantandi viðlíkahald av Skopunar havn. Ein kanning á Ríkissjúkrahúsinum fyri knøppum tveimum vikum síðani vísti, at landslæknin hevði COVID 19 andevni í blóðinum. Mánadagin kom landslæknin við Atlantsflogi til Føroya, uttan at hann hevði kannað seg áðrenn. Tað upplýsti Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í løgtinginum í dag, tá hann svaraði einum ófráboðaðum fyrispurningi frá Ingilín D. Strøm, løgtingskvinnu. Fríggjadagin 13. mars lat Andreas Weihe Madsen upp plátuhandilin Oceania Records í einari garagu í Klokkaragøtu í Havn. Vit hava vitjað nýggja plátuhandilin, har vit skoða úrvalið og práta um plátur og plátumentan. Eisini tosa vit við Marionnu Norðoy, sum letur stóra framsýning upp í Gallerí Focus fríggjadagin, og tað er við bæði spritti og fjarstøðu. Seinast í sendingini vitja vit á Tjóðpallinum, sum í dag leggur fram tvær ljóðmyndir til øll at lurta og hyggja eftir.á heimasíðuni hjá tjóðpallinum tjodpallur.fo. Vit tosa við Jenny Petersen, stjóra, um tiltakið, eins og Annfinnur Heinesen lesur byrjanina til ljóðmyndina Míni Leikapetti , sum er ævisøgan hjá Eyðuni Johannesen, Tú kanst hoyra sendingina her Coronaráðgevingin varð sett á stovn hálvan apríl fyri at ráðgeva almennum stovnum, fyritøkum, felagsskapum og øðrum, um hvussu arbeiðið kann skipast á bestan hátt í mun til smittubreiðslu. Tað eru fakfólk frá millum annað Arbeiðs og brunaeftirlitinum og Deildini fyri Arbeiðs og Almannaheilsu, sum manna coronaráðgevingina. Dagstovnar lótu varliga upp aftur 20. apríl við teirri fortreyt, at fleiri strong verjutiltøk verða fylgd. Verjutiltøk, sum koronaráðgevingin hevur skipað. Men eru tað bert verjutiltøk móti smittu, sum atlit skulu takast til Bæði sálarfrøðiligi fakkunnleikin og námsfrøðiligi fakkunnleikin er ikki partur av ráðgevingini. Sálarfrøðingar og námsfrøðingar vísa á, at dagstovnar ikki bert kunnu skipast út frá heilsufakligum atlitum, men at onnur atlit mugu vera við, sum taka støði í stovnunum og børnunum. Elin N. W. Tausen er námsfrøðingur og arbeiðir á dagstovni í Tórshavnar Kommunu. Seinastu hálvu aðru vikuna hevur hon verið aftur til arbeiðis, og royndirnar eru, at tað ber ikki til at fylgja vegleiðingini, sum stovnar hava fingið frá koronaráðgevingini. Stovnar og námsfrøðingar hava verið noyddir at tillaga sítt virksemi, men eisini tillaga vegleiðingina, so hon hóskar til arbeiðið. Helgi Rasmussen, næstformaður í Felagnum føroyskir sálarfrøðingar, er eisini í útvarpsstovuni. Sálarfrøðingar finnast at avgerðini um at lata dagstovnar upp aftur undir teimum tilmælum, sum eru galdandi, og vegleiðingini, sum koronaráðgevingin hevur gjørt, og at sálafrøðiligi fakkunnleikin ikki er partur av ráðgevingini. Helgi Rasmussen greiðir eisini frá, hvussu broytti gerandisdagurin kann ávirka børn. At enda tosa vit við Leiv Persson, stjóra í arbeiðs og brunaeftirlitinum, sum eisini varar av koronaráðgevingini, um hvussu tey hava skipað ráðgevingina, og hví tey ikki hava tikið ymiskan fakkunnleika uppá ráð. Hann sigur tó, at tað kann vera, at tey fara at gera tað. Ein roynd á R kissjúkrahúsinum hevur staðfest, at Lars Fodgaard Møller, landslækni, hevurEin kanning á Ríkissjúkrahúsinum fyri knøppum tveimum vikum síðani vísti, at Lars Fodgaard Møller, landslækni, hevði COVID 19 andevni í blóðinum. Mánadagin kom landslæknin við Atlantsflogi til Føroya, uttan at hann hevði kannað seg áðrenn og harvið tryggjað sær, at hann ikki var smittuberi. Eg kendi mær onki sjúkutekin, og tí helt eg tað vera forsvarligt at fara til Føroya, sigur landslæknin. Dagstovnaøkið Tað er hálvonnur vika síðan, at dagstovnarnir lótu upp aftur til ein øðrvísi gerandisdag. Koronaráðgevingin hevur veitt ráðgeving hesum viðvíkjandi, men vórðu neyðugu sálarligu og námsfrøðiligu atilitini tikin, tá ið dagstovnarnir lótu upp aftur Vit tosa við ein sálarfrøðing, námsfrøðing og stjóran í Arbeiðs og Brunaeftirlitinum, ið varðar av Korona ráðgevingini, um støðuna. WHO Alheims heilsustovnurin WHO hevur ábyrgdina av at vegleiða londum í stríðnum móti hættisligum sjúkum. Men nú verður spurningurin settur við, millum annað av Donald Trump, um felagsskapurin hevur megnað hesa uppgávuna í samband við Korona. Jákup Egholm Hansen hevur í dag boðað Umboðsráðnum í Ognarfelag Tryggingartakaranna frá, at hann leggur frá sær sum nevndarformaður. Tað skyldast viðurskifti við nevndarforkvinnuni, Aslaug Gisladóttir, sum eg ikki føli, at eg kann góðtaka ella vil standa inni fyri sum umboðráðsformaður, sigur hann í stuttum boðum við Kringvarpið. Kunngerðin um hann varð lýst i gjár og kom í gildi á midnátt. Góðar tríggjar vikur eru síðani, løgtingið samtykti lógina um stuðulsskipan til vinnufyritøkur til fastar útreiðslur orsakað av COVID 19. Umhvørvis og Vinnumálaráðið sigur, at lógaruppskotið hjá landsstýrinum varð broytt so nógv í tinginum, at torført hevur verið at gera kunngerðina, sum er drúgv, tí treytirnar fyri at fáa stuðul eru nógvar. Tað hendi á ársaðalfundinum í Ognarfelagi tryggingartakaranna í gjárkvøldið. Ognarfelagið eigur Betri samtakið. Á aðalfundinum stóðu tríggir nevndarlimir fyri vali. Aslaug Gisladóttir og Ragnar Joensen halda fram í nevndini, men Lars Løkke Rasmussen varð valdur fyri Karl Birgir Isaksen, sum ikki stillaði upp aftur. Aslaug Gisladóttir heldur fram sum nevndarforkvinna. Gunn Danielsen er næstforkvinna. Hinir í nevndini eru Ragnar Joensen, Petur Elias Nielsen, Mortan Simonsen og Lars Løkke Rasmussen. Úrslitið í 2019 var 260 milliónir krónur, sum verða lagdar afturat eginpeninginum, sum nú er tríggjar milliardir og 318 milliónir krónur. Fíggjarstøðan hjá Betri samtakinum javnvigar nú við góðum 12,8 milliardum krónum. Jákup Egholm Hansen er farin frá sum nevndarformaður í umboðsráðnum hjá Ognarfelagnum. Hann sigur, at hann kann ikki góðtaka viðurskifti í sambandi við nevndarforkvinnuni, Aslaug Gisladóttur. 187 eru smittað, men 184 eru vorðin frísk aftur. Also eru bert trý sum eru sjúk í løtuni. Nú eru 19 fólk í sóttarhaldi, sambært corona.fo. Smápartafelagið Liner A í Havn er eigari. Dettifoss varð latin Eimskipi í gjár. Skipið tekur 2.150 bingjur. Skipið fer úr Kina til Íslands fyrst í mai. Ferðin tekur 40 dagar. Men Dettifoss fer inn í Singapore, Sri Lanka og Danmark á leiðini. Skipið er partur í ætlaða samstarvinum við grønlendska skipafelagið Royal Arctic Line, sum byrjar í juni. Seinni í ár verður Brúarfoss, systurskipið hjá Dettifossi, liðugt. Skipini eru 180 metrar long og 31 metrar breið. Til sammetingar kann sigast, at Norr na er 166 metrar long og 30 metrar breið. Løgmaður segði, at eingi útlendsk ferðafólk sleppa til Føroya fyribils til 30. juni, men tey, sum koma til landið, verða ikki koyrd í kravt sóttarhald. Hinvegin skulu ferafólkini skriva undir eitt sóttarhaldsskjal. Tá vit í dag ganga túr við hundinum hjá okkum, og hann fer á bøin at rulla runt í grasinum, sigur maður mín, at hann válkar sær, skrivar lurtarin. Tað fyrra hevur samband við enska walk , meðan vit síggja ta seinnu merkingina aftur í donskum valke og týskum walken , sum merkir at tøva, altso at knoða, berja og snara ull og ullint. Á gomlum føroyskum kenna vit eisini tað at válka brúður at pynta brúður. Her kemur orðið av navnorðinum ein válkur, sum er samanrulla ull, hár ella annað, sum varð lagt inn undir hárið fyri at fáa tað at sýnast størri. Lurtari spyr, um orðini lærlingur og næmingur, tá man stendur í læru og vit viðgera eisini gamla orðið, lívsýkið, sum er læknaorð fyri diarr ella leyst lív. Tað var høvuðsboðskapurin, tá Føroya landsstýri helt tíðindafund í morgun. Her eru høvuðspunktini í tilmælinum hjá føroysku myndugleikunum. Samstundis verður eftirlitið við markinum til Føroya styrkt, tí heilsumyndugleikarnar halda eyga við teimum, ið koma inn í landið. Vestmanna kommuna samtykti týskvøldið, at skip, sum halda gang, skulu ikki liggja við kai í bygdini, tí heimafriðurin og trivnaðurin hjá borgarunum kemur framum at fáa nakrar krónur í kommunukassan. Tórshavnar býráð fer í kvøld at taka støðu til eina tilráðing um at játta fýra milliónir krónur í sambandi við ætlanin at byggja nýggjan langhyl. Peningurin skal í høvuðsheitum brúkast til at fyrireika verkætlanina endaliga. Talan verður um at taka íSF húsið niður, at rigga byggiplássið til, og at fara undir jørð og lendisarbeiðið. Sirið Stenberg í Tjóðveldi spyr Bárð á Steig Nielsen, løgmann, um nakað samskifti er millum føroyskar og danskar myndugleikar um at bøta viðurskiftini hjá teimum, sum sita í Mjørkadali. Brandur Sandoy í Fólkaflokkinum spyr løgmann, hvørjar grundgevingar Løgmansskrivstovan hevði í 2016 at geva Heilsutrygd boð um at krevja heilsutrygdargjald frá útisiglarum, sum eisini hava goldið til Folketrygd í Noregi. Hetta varð gjørt, hóast Kærunevndin í almanna , familju og heilsumálum gjørdi øvutan niðurskurð í hesum málinum, sigur Brandur Sandoy. Brandur Sandoy spyr Jørgen Niclasen, landsstýrismann, hvør higartil hevur rindað fyri at viðlíkahalda og umvæla grótkastið og brimverjuna, og at rudda grot burtur í innsiglingini í Skopun. Hann spyr eisini, hvør eigur grótkastið á Símunarbukt og brimverjuna á Bergi í Skopun. Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, skal svara einum skrivligum fyrispurningi frá Bjarna Hammer í Javnaðarflokkinum. Hann vil hava landsstýrismannin at greiða frá broytingunum um at leggja játtanirnar til øll trý sjúkrahúsini undir stjóran á Landssjúkrahusinum at umsita. Og Helgi Abrahamsen, landsstýrismarður í umhvørvis og vinnumálum, skal svara einum fyrispurningi frá Steffani Klein Poulsen í Miðflokkinum um at verja børn fyri porno. Hann spyr millum annað, hvussu nógv pornografisk ferðsla er á internetinum í Føroyum, til dømis hvussu nógvar leitingar eru eftir pornografiskum tilfari. Málið er at savna í minsta lagi 60.000 krónur. Til ber hjá einstaklingum, fyritøkum ella stovnum at stuðla við upphæddum frá 200 krónur upp til 10.000 krónur Men orsøkin kann verða, at fólkakirkjan fyri stuttum hevur sett prest í starv á Eiði, í Hoyvík, Vestmanna, Hvalvík og í Havn, sigur Jógvan Fríðriksson, bispur. Um eina viku fara kirkjuráðið og bispur taka støðu til umsóknirnar, ella um starvið skal lýsast leyst av nýggjum, tí so fáar umsóknir komu. Miðað verður eftir at seta starvið fyri summarfrítíðina. Í Fuglafjarðar prestagjaldi eru tríggjar kirkjusóknir Elduvíkar kirkja, Leirvíkar kirkja og Fuglafjarðar kirkja. Tvey bønhús eru eisini í prestagjaldinum Bønhúsið á Hellunum og Bønhúsið í Funningsfirði. Bústaðarskylda er, og prestagarðurin er í Fuglafirði. Prestagarðin verður dagførdur, og hann verður neyvan tøkur sum bústaður fyrr enn 1. mai næsta ár. Seinastu árini hevur hon verið ein rættiliga markantur og sjónligur politikari á Føroya løgtingi. Og eftir bara fimm árum í landspolitikki gjørdist hon forkvinna í Framsókn. Ruth Vang er hósdagsgestur, og hon greiðir frá um bakgrund og virði. Hvørjar eru størstu broytingarnar, sum eru farnar fram í føroyskari bústaðarbygging fram til 1960 Hesin er millum mongu áhugaverdu spurningarnar, sum Jóan Pauli Joensen, professari, viðger í nýggja og stóra bókaverkinum Í stovuni sofu í køki komfýr . Jóan Pauli vitjar í Nón. Omma savnaði alla familjuna til morgunmat leygardag, og har bleiv dúgliga kjakast. Sum eg minnist tað, var nærum eingin semja tvørtur um borðið. Tað bleiv kjakast hart, uttan at nakar gjørdist óvinir. Tað hevur lært meg ikki at ræðast konfliktir. Ruth Vang er nýggja forkvinnan í Framsókn, og hon hevur sett sær fyri at bera arvin eftir Poul Michelsen víðari við virðing fyri grundvirðunum hjá flokkinum. Frælsi stendur ovast í skjøldrinum hjá nýggju forkvinnuni í Framsókn. Hetta frælsi sigur hon seg hava frá uppvøkstrinum og frá rembingunum í kalda krígnum í 1970 og 80 árunum. Ruth Vang hevur eina ógvuliga blandaða borgarliga bakgrund, har hon bæði er útbúgvin ljósmóður og HD í fíggjarstýring. Hon hevur starvast á Landssjúkrahúsinum sum ljósmóðir, í Eik banka sum fíggjarráðgevi og í Tórshavnar kommunu sum leiðari fyri barna og ungdómsøki. Og í løtuni tekur hon eina útbúgving í løgfrøði. Alt royndir, sum eru góðar í politikki, heldur hon. Ruth Vang kom á løgting sum varafólk í 2015, og longu nú er hon forkvinna í yngsta flokkinum á tingi. Hoyr alla samrøðuna við Ruth her. Gits og Vist repar av álvara seglini, nú løgmaður í dag boðaði frá, at ferðafólk eru óynskt í Føroyum í summar. Hotel Tórshavn og Hotel Vágar verða stongd, og tað sama verða fleiri matstovur hjá felagnum. Hetta merkir eisini, at meira enn 20 starvsfólk hjá Gist og Vist í dag eru søgd úr starvi. Johannes Jensen er stjóri í Gisti og Vist. Gerandisdagurin hjá fleiri føroyingum byrjar nú so smátt at líkjast tí, ið var áðrenn Korona, aftaná at løgmaður í dag boðaði frá, at meira ferð nú verður sett á upplatingina av føroyska samfelagnum. Men um fleiri fólk verða kannaðir fyri sjúkuna, tá tey koma til landið, ber so til at lata heimvendar føroyingar skjótari út aftur í samfelagið Í útvarpsstovuni at kjakast um hetta vóru Pál Weihe, yvirlækni, Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, og Dánjal Jákup Meinertsson, formaður í Antares. Skúlagongdin fram til summar Løgmaður kunngjørdi í morgun, at miðnámsskúlarnir byrja aftur nú. Men einki bleiv nevnt um endaflokkarnar, og harvið er óvist, um teir sleppa aftur í skúla. Fleiri lærarar og næmingar hava víst á sína ónøgd hesum viðvíkjandi, men sambært Jenis av Rana, landsstýrismanni í mentamálum, er talan um eina misskiljing, tí endaflokkarnir sleppa aftur í skúla. Felags fyri hesi er, at nú tá Føroyar fara upp í ferð, sleppa hesi arbeiðsplássini at lata uppaftur. Og telefonirnar gløða, nú tey lata uppaftur. Og bruttotjóðarúrtøkan í Føroyum minkar kanska heilt upp í 800 milliónir krónur. Tað eru døpru niðurstøðurnar í einari greining, sum Deloitte hevur gjørt fyri Betri banka. Í 2019 vóru inntøkurnar frá innkomandi ferðavinnuni 784 milliónir krónur. Áðrenn korona kom, vóru útlitini, at umsetningurin fór at økjast til 1,5 milliardir krónur í 2025. Tá, í 2025, høvdu ársverkini verið 1.350, sigur Deloitte. Fyritøkan sigur eisini, at samanbornir við onnur Norðurlond, eru føroyskir hjálparpakkarnir lítlir. Óvist er, um hjálparpakkarnir er nóg góðir til at tryggja, at ferðavinnan kemur fíggjarliga fyri seg aftur eftir koronu. Tað boðar Skipara og navigatørfelagið frá á heimasíðu sínari. Tá manningarfeløgini og Føroya Reiðarafelag høvdu handað sáttmálakrøvini, varð samfelagið lagt meira og minni stilt vegna COVID 19. Men nú Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hevur boðað frá, at meira ferð verður sett á samfelagið frá mánadegnum av, fara feløgini aftur til samráðingarborðið. Manningarfeløgini og FR hava gjørt av at byrja samráðingarnar hósdagin í næstu viku, og samstundis verður boðað frá, at partarnir hava longt sáttmálan enn eina ferð hesa ferð til 20. mai. Novo Nordisk grunnurin hevur gjørt av at lata Grønlandi 382 milliónir krónur næstu 10 árini til stríðið móti diabetes og øðrum vælferðarsjúkum í Grønlandi. Tað boða grunnurin og grønlendska landsstýrið frá í felagstíðindaskrivi. Longi hevur verið ætlað, at Grønland eisini skal hava ein Steno Diabetes miðdepil, og við stuðlinum úr Novo Nordisk grunninum er tað veruleiki. Í dag eru um 6.500 fólk, sum hava fingið staðfest diabetes, KOL ella ov høgt blóðtrýst í Grønlandi. Hetta talið fer at hækka upp í 9.300 sjúklingar næstu 10 árini. Játtanin til Steno Diabetes miðdepilin í Grønlandi kemur eftir, at Novo Nordisk grunnurin síðani 2016 hevur játtað tilsamans 7,4 milliardir krónur til Steno miðdeplar í øllum fimm regiónunum í Danmark. Formaðurin í Fíggjarnevndini væntar, at nevndin skrivar álit um uppskotið hjá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, um lántøku til landskassan í dag. Magnus Rasmussen, formaður í Fíggjarnevndini, sigur, at ætlanin er at skriva álit á fundinum í morgun, so tað kann leggjast fram á tingfundinum. Vinnunevndin hevur málið um svartkjaftin, sum skuldi fara til vinnuligar royndir og verkætlanir, verður latin til vanligt fiskarí. Kortini fylgdu eini 2.000 eygu við, tá Dina Bech nú Norðberg kom gangandi eftir samkomugólvinum til sín komandi gemal, Evald Norðberg. Hoyr samrøðu við Dinu Norðberg um alternativa brúdleypið. Tey 2.000 eyguni fylgdu við á Facebook. Tað var ikki tí, at parið ikki ynskti tey til vígsluna. Tað var í hægstu korona tíð, tá í mesta lagi tíggju fólk kundu vera saman í bólki. Parið setti nakrar fartelefonir upp á eitt stativ og trýsti á facebook live. Harvið kundu familja, vinfólk og øll forvitin fylgja við vígsluni, sum varð stroymd á netinum. Eg kendi, at tey vóru við mær í andanum, sigur Dina Norðberg, sum í hesum døgum er á brúdleypsferð í Hvalba við manninum, sum hevur hús har. Í fyrstu atløgu verður neyðugt at staðfesta tørvin á nýggjum fongsli samanborið við kriminalitetin í Føroyum, og hvussu nógv tað skal kosta. Tað upplýsir Bárður á Steig Nielsen í svari til skrivligan fyrispurning frá Sirið Stenberg í Tjóðveldi, sum spurdi um viðurskiftini hjá teimum, sum sita í Mjørkadali. Mjørkadalur er hvørki bygdur til arrest ella fongsul, og hóast ábøtur eru gjørdar, seta karmarnir óneyðugar avmarkingar fyri tey, sum sita dómin har, sigur løgmaður. Bárður á Steig Nielsen sigur, at tað er avgerandi neyðugt at skipa umstøðurnar soleiðis, at varðhald er fyri seg, og fongsul fyri seg. Tað eigur at vera soleiðis, at tey, ið fáa dóm longur enn eitt ár, kunnu sita revsingina í Føroyum, og at varðhaldsfangar og aðrir fangar kunnu skiljast sundur, sigur løgmaður í svarinum til Sirið Stenberg. Jón Hammer hevði ætlanir um at lesa film og medievidenskab í Keypmannahavn, men valdi heldur at søkja um eitt lærupláss hjá filmsfelagnum Zentropa. Hetta var í 2012. Lærutíðin í Zentropa tók trý ár og er ógvuliga nógv eftir leistinum learning by doing , greiðir Jón frá. Hann byrjaði at starvast í móttøkuni og arbeiddi seg upp til at framleiða filmar saman við Peter Albæk. Serliga lærdi hann nógv av honum. Jón starvaðist hjá Zentropa í nøkur ár, áðrenn hann fór egnar leiðir sum filmsframleiðari. Higartil hevur Jón verið við í filmsverkætlanum s.s. I am Here , har Kim Basinger spælir við, Nymphomaniac við Lars von Trier og Mugge og Vejfesten hjá Wulffmorgenthaler. Í Føroyum hevur Jón verið við til at framleiða millum annað Dreymar við Havið , Skuld og Dalur . Í løtuni er Jón í holt við fleiri spennandi filmsverkætlanir. Ein verkætlan er filmurin The Last Paradise on Earth við Sakaris Stóra, og ein onnur er sjónvarpskrimirøðin Trom eftir Torfinn Jákupsson, sum hevur fingið íblástur frá krimisøgunum hjá Jógvani Isaksen. Á hvørjum tíðindafundi, har løgmaður hevur verið við, hevur løgmaður lagt fyri við eitt slag av røðu, sum tykist fyrireika áðrenn. Onnur boð, sum eisini skulu verða greið eru tey almennu boðini, sum eru at síggja á plakatum, og sum eru at hoyra og síggja í lýsingum. Hesi boðini, sum ofta í stuttum setningum skulu prenta okkurt ávíst inn í okkum. Fáa okkum at minnast okkurt ella rætta okkara atferð á onkran hátt. Í dag er 1. mai, altjóða arbeiðaradagur. Arbeiðaradagurin verður vanliga hildin, har ljós verður varpað á korini hjá verkafólki og løntakarum. Men koronasmittan ger, at í ár eru ikki umstøður at skipa fyri almennum tiltaki. Tey, sum halda røðu, eru Martin Kúrberg, leiðari á Herberginum hjá Frelsunarherinum, Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtaki, og Beate L. Samuelsen, forkvinna í landsfelagnum hjá pensjónistunum. Ongar inntøkur verða í ferðavinnuni í summar. Nær triði hjálparpakkin kemur, er óvist, og nú ber ikki til at bíða longur, sigur stjórin í 62 N. Fólk, sum verða søgd úr starvi nú, kunnu vera í lønarískoytisskipanini hjá ALS í uppsagnartíðini, ella í mesta til 30.juni, tá skipanini eftir galdandi lóg heldur uppat. Nú eru 3.377 fólk á lønarískoytisskipanini. Tey hava verið stívliga 4000. Men nøkur eru farin aftur til arbeiðis. Og nøkur eru farin í arbeiðsloysisskipanina. Í dagsins sending hoyra vit nýggjar útgávur, men ein av útgávunum er við gomlum upptøkum hjá Bobby Bare. Eisini hoyra vit frá countrykontunum í bæði Íslandi og Føroyum. Føroya rættur skal taka avgerð í málinum um føroyskar sjómenn, sum sigla við norskum skipum, og rinda til norska Folketrygd og til Heilsutrygd í Føroyum. Tað segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í løgtinginum fyrrapartin, tá hann svaraði einum skrivligum fyrispurningi frá Brandi Sandoy, løgtingsmanni. Kærunevndin hevur sagt, at menn, sum sigla í Noregi, og sum rinda til Folketrygd, eiga ikki eisini eiga at rinda til Heilsutrygd í Føroyum. Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, segði í løgtinginum, at málið framvegis verður fyrireikað, men tað er ikki lagt fyri rættin enn. Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur í dag sett Vivie Kirke Davidsen í starvið sum skúlastjóri á Heilsuskúla Føroya frá 1. juni. Vivie Kirke Davidsen er 43 ára gomul. Hon hevur útbúgving sum cand.scient í Human Nutrition frá universitetinum í Keypmannahavn og bachelor í lívfrøði á Fróðskaparsetrinum. Tá ferðavinnan skal gjalda prísin fyri at forða koronasmittuni at koma til Føroya, vænta vit eisini, at ferðavinnan fær endurgjald fyri tað. Hóast kalendarin vísir, at vit eru farin inn í mai mánað, so er deyðatøgn og tómt í kenda gistingarhúsinum við flotta útsýninum yvir Havnina. Johannes Jensen er bæði stjóri og ein av eigarunum av Gist og Vist, sum er størsta gistingarhús og matstovu samtakið í landinum. Gist og Vist rekur eitt nú Hotel Føroyar, Hotel Tórshavn og Hotel Vágar, og so allar okkara fremstu matstovu, eitt nú Koks, sum hevur tvær Michelin stjørnur, Áarstovu, Barbaru, Ræst, Tarv, Skeivapakkhús og Etika. Men beint nú er Johannes Jensen vitni til, at lívsverk hansara syndrast fyri eygum hansara. Koronakreppan hevur sent blómandi føroysku ferðavinnuna í eitt frítt fall. Hetta er einki stuttligt, staðfestir Johannes Jensen vónleyst, meðan hann hyggur út gjøgnum eitt vindeyga í nýggju matstovuni, sum stendur klár at taka móti gestum. Gistingarhúsini standa tískil til at missa upp í 90 prosent av viðskiftafólkunum í ár, vísir ein greining, sum Deloitte hevur gjørt fyri Betri Banka. Hetta lemjandi fyri virksemið hjá øllum teimum, sum arbeiða innan ferðavinnuna. Johannes Jensen og hini, sum reka gistingarhús og matstovur, hava verið noydd at siga hópin av fólkum úr starvi. Eitt nú hevur ferðaskrivstovan 62 norð sagt øll starvsfólkini upp eisini stjóran Bergur Thomsen. Føroyska ferðavinnan hevur hesi síðstu sjey árini havt ein árligan vøkstur í inntøkunum frá útlendskum ferðafólkum upp á 10 prosent. Áðrenn korona kom, vóru útlitini, at umsetningurin fór at økjast upp í hálva aðru milliard krónur í 2025. Tá, í 2025, høvdu ársverkini innan ferðavinnuna verið 1.350, sigur Deloitte. Óvist er, um hjálparpakkarnir eru nóg góðir til at tryggja, at ferðavinnan kemur fíggjarliga fyri seg aftur eftir koronakreppuna, skrivar Deloitte í frágreiðingini. Johannes Jensen, stjóri í Gist og Vist, hevur longu stongt tvey gistingarhús, Hotel Tórshavn og Hotel Vágar, og so nakrar av matstovunum. Hann dylir ikki yvir, at um samtakið ikki fær onkra fíggjarliga hjálp frá bæði bankum og landinum, so hórar Gist og Vist ikki undan koronakreppunni. Ferðavinnuárið 2020 er farið fyri skeytið, so vit fáa ongar inntøkur fyrr enn apríl komandi ár. Beint nú royna vit bara at tillaga okkum støðuna, men vit yvirliva ikki uttan hjálp til næsta ár hjálp frá annahvørt pengingarstovnum ella frá tí almenna, staðfestir Johannes Jensen, stjóri, erliga. Umsetningurin hjá okkum er farin niður í einki. Tú sært tað sjálvur. Hotellið er skraltómt. Tað er syrgiligt. Mann roynir at hugsa rationelt, og mann roynir at hugsa við hjartanum. Tað, sum er mest umráðandi, eru fólkini kring ein. Tað er ótrúligt at uppliva tað forstáilsi, sum tey hava víst. Sí serligu myndafrásøgnina hjá Bjarna Árting Rubeksen, myndamanni, og Una Leitisstein Hansen, journalisti, við at trýsta á myndina ovast í greinini. Málið er at steðga koronasmittuni at koma til Føroya, og tí ynskja myndugleikarnir ikki, at útlendsk ferðafólk koma til landið í summar. Fyribils er hetta galdandi til 30. juni. Fyri líkasum at rætta eitt sindur upp á javnvágina í miðlingini av koronusóttini gjørdi Vikuskiftissendingin av at ringja til eitt listafólk, í hesum førinum Tórodd Poulsen, skald og myndlistamann. Vit práta um hetta nýggja fyribrigdið við drive in í Føroyum umframt generellu sóttarstøðuna, og hvussu myndugleikarnir handfara støðuna. Millum annað heldur Tóroddur, at tað verður ov nógv fokuserað upp á sjálva sjúkuna. Sum nakað forkunnugt lesur Tóroddur upp eina nýggja yrking í hesum sambandi Alan Brockie hevur tikið myndir í eitt mannaminni. Sum fotografur er hann sjálvlærdur. Áhugan fekk hann fra pápa sínum, sum tók myndir fyri bretska herin undir seinna heimskríggi. Fyrst í 60 unum lænti Alan myndatólið frá pápa sínum. Seinni keypti hann sær sítt egna Nikon F myndatól. Serliga er tað dokumentarmyndir, sum hugtaka. Myndirnar skulu siga okkurt, hava okkurt serligt óvæntað frábrigdi fyri at vera áhugaverdar, heldur Alan. Tað er ikki so lítið, sum liggur eftir Alan Brockie. Flestu myndirnar eru ikki enn útgivnar og liggja heima hjá Allani í negativformi. Hoyr útvarpsprátið her Aðalfundur hjá felagnum Føroyskir Yrkisfotografar. Frá vinstru aftast Jørgen Lutzen, Bambus, Alan Brockie, Judith Johannesen, Kalmar Lindenskov og Per á Hædd. Sitandi fremst Ellen Dahl. Aðalfundurin var í 1982 hjá Ellen Dahl í Vági Tá landsstýrið í gjár boðaði frá, hvussu samfelagið spakuliga letur uppaftur, gjørdist samstundis greitt, at fleiri hundrað fólkaskúlanæmingar sleppa ikki aftur í skúlastovurnar fyri summarfrítíðina. Teirra skúlatilboð er tí avmarkað til fjarundirvísing umvegis telduna. Á tíðindafundi í gjár boðaði løgmaður frá, at 4. flokkur byrjar aftur nú mánadagin 4. mai. 5. flokkur byrjar mánadagin 11. mai og 9. flokkur byrjar aftur mánadagin 18. mai. Nú korona hevur lagt heimin lamnan, eru nógvar granskingarverkætlanir farnar í gongd. Eisini í Føroyum verður granskað, hvussu korona hevur ávirkað føroyingar. Og nú eru nøkur av úrslitunum klár. Fólkaheilsuráðið hevur kannað, hvussu undantaksstøðan seinastu vikurnar hevur ávirkað fólkaheilsuna hjá føroyingum. Og granskarin Erika Hayfield hevur fingið fólk at skriva dagbók hetta tíðarskeiðið. Tað sigur Hannes Gislason, útbúgvingarleiðari fyri KT verkfrøði á Fróðskaparsetrinum og granskari í dátúvísindi, biostatistikki og bioinformatikki. Hoyr alt innslagið og samrøðuna við Hannes Gislason her. Í sendingini í dag spæla vit nakrar sóttarhaldssangir. Eisini markera vit ein 35 ára og ein 40 ára dag og minnast ein sangara, ið júst er deyður. Spurnarkappingin um staðarnøvn Sandoyar sýsla, sum eisini umfatar Skúvoy og Dímun. Spurningarnar hevur Ólavur Clementsen gjørt, og hann er eisini dómari. Jógvan Joensen vann kappingina. Støðan í hálvleikinum var 14 14. Í steðginum sang ein trio av Sandi, mannað av Fisher Johannesen, Aleks Jespersen og Christian Højsted. Jóhannes Johannesen spælir harmoniku. Teir syngja Eg elski hitt gamla brimbarda býlið eftir Hans Dalsgaard. Tær 806 kanningarnar, ið eru gjørdar á Bakkafrosti, eru taldar við í samlaða kanningaryvirlitið. Heldur ikki á Bakkafrosti var nøkur smitta staðfest. Í løtuni eru 184 føroyingar aftur, eftir at hava fingið staðfest coronasmittuna. Einki fólk er í løtuni lagt inn á sjúkrahús við koronasmittu. Hoyr alt innslagið og samrøðuna við Høgna Hansen her. Avtalan millum Televarpið og Norska TV2 fer at skapa áhuga fyri føroyskum fótbólti. Tað heldur Edvard í Skorini, stjóri í televarpinum. Landskappingin hjá monnum fer av bakkastokki um eina viku, leygardagin 9. mai og tá fer norska TV2 at senda dystir beinleiðis í norskum sjónvarpi. Hoyr alt innslagið og samrøðuna við Edvard í Skorini Joensen her. Nær var tað er spurnarkapping, har luttakararnir eru búsitandi á útoyggj og í útjaðaranum, og har spurt verður um mangt og hvat við árstølum sum felagsnevnara. Við Gjógv er tað Sofus Debes Johannesen, ið kappast móti Bjørn Patursson úr Koltri. Tú kanst hoyra sendingina her Trý ár undan Slowhand hevði Eric Clapton verið ovast á popptindunum við I Shot The Sheriff, men rúsevnini elvdu til innisælu og mistrivnað. Her í 1977 er hann leysur av teimum, men mennir ístaðin alkoholismu. Her í sendingini verður tema útgávan umrødd og spæld, eins og vit hoyra um tónleiklívið hjá hesum gittaristi og sangara. Harafturat greiðir verturin frá serligu barnáárum Claptons, og einum minst líka serstakum hjúnabandi. Av teimum 187 føroyingunum, sum hava fingið staðfest korona smittuna, eru nú 185 teirra staðfestir frískir aftur, sigur Heilsumálaráðið í tíðindaskrivi í morgun. Framvegis er friðarligt í náttarlívinum í Havn men øll skeinkistøðini fylgja tó ikki tilmælunum frá løgmanni um at lata aftur klokkan 22. Sambært vakthavandi á politistøðini høvdu trý skeinki og dansistøð í høvuðsstaðnum opið, tá klokkan var farin av midnátt. Men klokkan eitt korter til tvey í nátt var alt stongt. Nýggjasta tilmælið frá myndugleikunum sigur, at matstovur, kafe ir, dansi og skeinkistøð kunnu hava opið undir skipaðum viðurskiftum. Men tilmælið sigur eisini, at hesi støð steingja klokkan 22. Frá mánadegnum 4. mai kunnu í mesta lagi 50 fólk savnast, tó við tveir metra frástøðu. Men eisini her er talan um eitt tilmæli, sum løgreglan ikki heimild at gera nakað við, verður tað brotið. Tá var at kalla øll flúgving longu hildin uppat, og síðani hevur Atlantsflog bara flogið tríggjar túrar um vikuna millum Vágar og Keypmannahavn. Krepputiltøkini, sum vóru sett í verk fyri at tryggja haldføri og framtíðarvirksemið hjá felagnum, vóru í fyrstu atløgu galdandi til 30. apríl. Niels Mortensen sigur við Kringvarpið, at nevnd og leiðsla í Atlantsflog meta um støðuna alla tíðina, og væntandi kemur ein fráboðan frá felagnum um eina viku ella tvær. Á tíðindafundi hósdagin vóru boðini frá løgmanni, at Føroyar ynskja ikki ferðafólk fyri 30.juni. Og samstundis er tilmæli, at øll sum koma til Føroya, skulu í sóttarhald í tvær vikur. Men umstøðurnar í Runavík eru ikki nóg góðar, sigur Johannes Danielsen, borgarstjóri í Nes kommunu og formaður í nevndini fyri sløkkiliðið á Skálafjørðinum. Ferðavinnan er tódnað niður í at kalla einki, og eisini Gist og Vist repar seglini. Men flaggskipið hjá samtakinum, Michelin matstovan KOKS, hevur tó framvegis bíleggingar. Sambært stjóranum eru framvegis nógvar bíleggingar á KOKS. Johannes Jensen er eisini sannførdur um, at høvdu vit ikki greiðu tilmælini um 14 daga sóttarhald, so høvdu útlendskir gestir vitjað KOKS í hesum døgum. Bolero í mai hevur trý tema undir høvuðsyvirskriftini Fagnaður vit lurta eftir tónlist, ið er skrivað undir ella er tengd at øðrum verðaldarbardaga, nú 75 ár eru liðin síðani kríggið varð av, 2020 er Beethoven fagnaðarár nú 250 ár eru liðin, síðani hann varð borin í heim, og tað er Sunleif Rasmussen, ið velur yndisverk eftir Beethoven, og at enda fagna vit várinum. Ein meiriluti av Umboðsráðnum hevur valt Aslaug Gisladóttir innaftur í nevndina í Ognarfelag Tryggingartakaranna, og sjálvur havi eg fult álit á henni. Jákup Egholm Hansen hevði hesa heilsanina til Umboðsráðið, tá hann mikudagin sama dag sum Umboðsráðið skuldi velja tríggjar nevndarlimir í Betri legði frá sær Persónligur integritetur og trúvirði hava sera nógv at siga fyri meg. Eg havi valt at tagt longst møguligt um mína vitan um arbeiðslagi hjá Aslaug Gisladóttir, men nú er tað komið hartil, at eg vil ikki longur leggja navn til sum umboðsráðsformaður alment at verja tað sum Aslaug Gisladóttir stendur fyri, sum nevndarformaður í Ognarfelag Tryggingartakaranna. Saman við hesum boðunum til hinar 34 umboðsráðslimirnar í Betri boðaði Jákup Egholm Hansen frá, at hann legði frá sær sum Umboðsráðsformaður. Næstformaðurin í Umboðsráðnum, Hanus Toftheyggj, gjørdist tá samstundis formaður. Tá hinir 34 umboðsráðslimirnir fingu boðini frá Jákupi Egholm Hansen, vóru Aslaug Gisladóttir, Ragnar Joensen og Lars Løkke Rasmussen longu innstillað til teir tríggjar nevndarsessirnar í ovastu nevndini í Betri samtakinum, sum skuldu veljast seinni sama dag. Kringvarpið hevur biðið Jákup Egholm Hansen um at útgreina, hvat hann meinar við í brævinum til umboðsráðslimirnar men hann hevur higartil ikki latið við seg koma. Í staðin fyri at útseta ella avlýsa vera fleiri konsertir stroymdar beinleiðis á netinum til áhoyrarar heima í stovunum. Í gjárkvøldi fingu føroyingar og fyri sovítt restina av heiminum millum annað møguleika at fara á Bluesfestival og Dansibandsfestival. Bæði Uni Debess og Hans Jacob Hjelm lata væl at sínum tiltøkum, hóast tað sjálvandi er øðrvísi at spæla, tá áhoyrararnir sita við skíggjan, heldur enn frammanfyri fyri pallin. Á tíðindafundi hósdagin boðaði løgmaður frá næsta stignum at lata samfelagið uppaftur. Sambært hesi ætlan fara 4. flokkarnir kring landið aftur í skúla í morgin, eina viku seinni fara 5. flokkarnir og 18. mai fara 9. flokkarnir kring landið aftur í skúla. Samstundis var greitt, at tey í sætta, sjeynda, áttanda og tígginda flokki fyribils ongi útlit hava fyri at sleppa innaftur í eina skúlastovu fyri summarfrítíðina, men mugu framhaldandi dúva uppá fjarundirvísing. Jenis av Rana, sum umframt at vera politikari eisini er kommunulækni, vil eisini hava eina uppgerð við tilmælið um at halda tveir metra frástøðu. Tilmælið gav meining fyrstu vikurnar, men í dag finna vit ikki smittuna í samfelagnum. Vit skulu halda fast um reinføri, men eingin orsøk er at krevja tveir metra frástøðu, sigur Jenis av Rana. Eftir hansara tykki er grundarlagið undir tilmælinum burtur, nú reinføri er blivið nógv betri og koronasmittan at kalla er burtur úr samfelagnum. Tilmælið um tveir metra frástøður krevur, at vit skulu innrætta okkara samfelag heilt av nýggjum. Allir okkara bygningar, til dømis skúlarnir, verða ov lítlir til okkara næmingar. Tað gevur ikki meining meira, sigur Jenis av Rana, sum vil hava politisku linjuna hjá landsstýrinum viðgjørda á samgongufundi, sum verður seinnapartin í morgin. Tey í 3. flokki í Hoyvíkar skúla hava arbeitt við ævintýrum. Tey hava lurtað eftir ævintýrum, sum H.C. Andersen hevur skrivað og síðani gjørt ymiskt kreativt. Í nevndini eru eisini Frimodt Rasmussen í Sambandsflokkinum, Hervør Pálsdóttir í Tjóðveldi, Bill Justinussen í Miðflokkinum, Bjarni Kárason Petersen í Framsókn og Kristin Michelsen í Sjálvstýri. Tingkvinnurnar, Ingilín Didriksen Strøm í Javnaðarflokkinum og Hervør Pálsdóttir í Tjóðveldi, mæla til at broyta stýriskipanarlógina. Nevndir, sum verða settar eftir grein 25 í tingskipanini, sita til nevndin hevur avgreitt setning sín og í longsta lagi til tingsetan endar á ólavsøku. Broyttu mannagongdirnar hava við sær, at øll sum ferðast til Føroya, fáa ein faldara við greiðum boðum um at fara í heimauppihald í 14 dagar. Tey ferðandi verða eisini framhaldandi biðin um at lata myndugleikunum persónsupplýsingar at nýta sum partur í smittuuppsporingini , og eisini fer sóttarhaldstoymið at seta seg í samband við tey fyri at vita, hvussu tey hava tað, dagarnar í heimauppihaldi. Eftir 14 dagar í heimauppihaldi, kunnu øll ferðast frítt í Føroyum, men sjálvsagt við virðing fyri almennu tilmælunum um frástøðu og reinføri, sigur Heilsumálaráðið. Men semja er ikki um uppskotið hjá Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni, um góð 40.000 tons av svartkjafti.Tonsini vóru ætlað til royndir og nýskapandi verkætlanir. Minnilutin í Vinnunevndini, umboðini hjá samgonguni, tekur undir við uppskotinum hjá landsstýrismanninum. Onnur viðgerð og atkvøðugreiðsla vera í tinginum í dag. Og hetta hevur skund, tí Uttanríkistænastan fekk 6. mars at vita frá amerikonsku myndugleikunum, at seinasti møguleiki hjá føroysku alivinnuni at grundgeva fyri, at føroyska alivinnan skal koma í yvirlitið við fiskiveiðu við lítlari ella ongari hjáveiðu ella týðandi skaða á havsúgdjór er 15. mai í ár. Norska lágprísfelagið Norwegian er bjargaði undan húsagangi, tí fyri løtu síðani varð ein bjargingarætlan samtykt á eykaaðalfundi í felagnum. Bjargingarætlanin, sum fýra teir størstu lánsveitararnir høvdu góðkent undan eykaaðalfundinum, hevur millum annað við sær, at partar av lánum hjá Norwegian verða umløgd til partabrøv í felagnum. Tað gevur felagnum størri eginogn, sum er ein fortreyt fyri, at norski staturin vil geva felagnum fíggjarligan stuðul. Og tað er hendan bjargingarætlan, sum varð samtykt á eykaaðalfundinum, skrivar dr.dk. Hendan samtykt hevur við sær, at norski staturin helst fer at lata felagnum stívliga 1,8 milliardir danskar krónur í kreppuhjálp. Og tað fer at halda Norwegian oman fyri fíggjarligu vatnskorpuna árið út, skrivar danska kringvarpið. Norwegian hevur leingi havt fíggjarliga skert flog. Hálvan mars boðaði felagið frá, at 7.300 av tilsamans 11.000 starvsfólkum eru søgd úr starvi, og samstundis gavst felagið við 85 prosent av allari flúgving. Tingmaðurin setti landsstýrismanninum fyrispurningin, sum inniheldur fyri aðrar áhugaverdar prinsippiellar spurningar um moral og persónligt frælsi. Eg leiti eftir dreymum av øllum slagi. Sjálvandi brúki eg mínar egnu, men eg vil fegin hava dreymar av heilt ymiskum sløgum, tí dreymar eru eins fjølbroyttir og vit menniskju, sigur Rakel. Hvussu tú orðar teg og stavar er ikki so týdningarmikið, hon ætlar ikki at brúka tilfarið orðarætt. Um ein vil, so kann Rakel nevna teg í eftirmælinum á skaldsøguni, men samstundis virðir hon fólk, sum heldur vilja verða dulnevnd. Tann 3.mars varð staðfest, at ein maður hevði koronu. Hann hevði verið á ráðstevnu í París. Síðani er smittan funnin hjá 186 fólkum í Føroyum. Í gjár vóru 185 staðfest at vera frísk aftur. Flestu smittutilburðirnir vórðu fráboðaðir 16.mars. Teir vóru 19. 6.apríl varð ein tilburður fráboðaður. Men teir tríggir tilburðirnar, sum eru staðfestir síðani 6.apríl, eru fólk, sum eru komin til Føroya við flogfari. Ein tilburður varð staðfestur 18. apríl og tveir 22. apríl. Anna Sofía Restorff er fødd og uppvaksin í Havn. Mamman var úr Porkeri og pápin, Trygve Restorff, var bryggjari á Restorffs bryggjaríi. Mest kendur var hann fyri sín leiklut sum trumusláari í dansiorkestrinum Gogguni. Anna Sofía og maðurin, Helgi í Brekkunum, keyptu fyri skjótt 40 árum síðani elstu húsini í Gundadali, sum Tróndur Hansen hevði bygt. Anna Sofía er bæði útbúgvin petagokur og lærari og starvaðist á Skúlanum á Trøðni. Elsta systir hennara, Súsanna, varð fødd deyv. Hon fór niður at ganga í skúla sum smágenta og hevur klárað seg væl. Tað fall ikki í góða jørð hjá starvsfólkunum á Barnadeildini, at leiðslan ætlaði at flyta deildina í onnur høli fyri at gera pláss til eina koronudeild. Vit skriva 2020, men hetta upplivist sum ein leiðslustílur frá fornari tíð, har man sendir harraboð um at vit flyta tykkum og alt tykkara virksemi, at avgerðin er tikin og eingin sleppur til orðanna Hetta er okkara uppliving av støðuni, og er ógvuliga margháttligt í 2020 Soleiðis byrjar eitt skriv, ið sjúkrarøktarfrøðingarnir á Barnadeildini á Landssjúkrahúsinum hava sent leiðsluni, aftaná at leiðslan í síðstu viku boðaði frá, at avgjørt er at flyta deildina frá B5 til B7. Orsøkin er, at hølini skulu brúkast til eina koronudeild. Ein avgerð ,sum hevur við sær, at barnadeildin minkar úr sjey seingjaplássum niður í fýra, og flytur úr hølum, ið eru innrættað til tørvin hjá børnum og ungum. Steinar Eirikstoft, stjóri í Sjúkrahúsverki Føroya, vil ikki gera samrøðu um málið, men í skrivligari fráboðan upplýsir hann, at flytingin er fyribils steðgað. Hann ásannar, at leiðslan hevur gjørt ov skjótt av Nú tamarhald tykist verða á smittuni, verður arbeitt við at endurskoða tilbúgvingina, og ein partur av hesum er at tillaga koronadeildina sambært tí tørvi, sum er í dag. Arbeitt hevur verið við ymsum loysnum og kanska hava vit verið ov brá, tá vit meldaðu eina loysn út. Tað er tí umráðandi at undirstrika, at tilgongdin er ikki liðug enn. Leiðsla og starvsfólk arbeiða í løtuni við at finna eina loysn saman. Tað var hósmorgunin í farnu viku, at starvsfólkini fingu skrivligu boðini um, at deildin fyrilbils skal flytast fyri at gera pláss fyri koronusjúklingum. Hetta varð gjørt, hóast deildarleiðslan mótmælti avgerðini. Og tað var deildarleiðslan ikki einsamøll um, tí í skrivinum gera starvsfólkini eisini greitt, at tey á ongan hátt kunnu góðtaka ætlaðu flytingina. Hendan ætlan er óforsvarlig og er als ikki eitt tíðarhóskandi tilboð til okkara børn og ungu í Føroyum í 2020 Um stjórnin útførir hesa ætlan, so síggja vit okkum noyddar at frásiga alla fakliga ábyrgd. Kringvarpið hevur roynt at fáa eina viðmerking frá starvsfólkunum á Barnadeildini um skrivið, og hvat tað merkir, at tey frásiga sær alla fakliga ábyrgd, men tey vilja ikki at gera viðmerkingar til skrivið. Manningin á Nevinum Reyða hevur nú verið aftur í bátinum í eina viku. Venjingin í bátinum líkist sær sjálvari, men fleiri fyrivarni verða tikin bæði áðrenn og aftaná. Millum annað skal báturin bæði vaskast og sprittast, og samveran eftir venjing er ógvuliga avmarka. Vit hava tað stuttligt, tá vit eru í bátinum, men tað er sjálvandi stuttligari, tá vit kundu gera alt tað, sum vit plagdu, sigur bátsformaðurin, Brandur Kjølbro. Men kanska tað verður aftir einaferð. Vit fáa at síggja. Hóast samgongan ásannar, at brúk er fyri fleiri heilsustarvsfólkum í Føroyum, tekur meirilurin í Trivnaðarnevndini ikki undir við uppskotinum til samtyktar hjá Tjóðveldi um at fáa útbúgvið fleiri røktarstarvsfólk. Uppskotið er gamalt. Fyrsta viðgerð var 12. november. Meirilutin í Trivnaðarnevndini, samgongufólkini, sigur, at landsstýrið arbeiðir longu við málinum at fáa fleiri heilsustarvsfólk. Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur greitt Trivnaðarnevndini frá, at nú verður kannað, hvør tørvurin er á heilsustarvsfólkum komandi 10 árini. Meirilutin tekur uppskotið hjá Tjóðveldi í størsta álvara, men metir ikki, at tað er neyðugt at taka undir við uppskotinum, tí landsstýrismaðurin longu hevur sett arbeiðið í gongd. Samgongutinglimir sleppa í dag at síggja uppskotið hjá landsstýrinum fyri hvussu vinningur av fiskiloyvum skal skattast. Landsstýrið er liðugt við uppskotið, og tað verður lagt fram á samgongufundi í dag. Sambært Bárði á Steig Nielsen, løgmanni, er landsstýrið samt um uppskotið, og er ætlanin at leggja tað fram, áðrenn løgtingið fer í summarfrí. Lógin skal tryggja, at landskassin fær ein part av vinninginum, tá veiðirættindi verða seld, men løgmaður vil ikki at upplýsa, hvussu lógaruppskotið er sett saman, ella hvussu seld veiðirættindi skulu skattast. Frá í dag skulu øll, ið koma til Grønlands, kannast fyri COVID 19, áðrenn tey koma til landið, og tá tey eru komin til Grønlands. Eingin nýggjur tilburður er staðfestur í fleiri vikur, og soleiðis skal tað eisini vera, ætla myndugleikarnir í Grønlandi, skrivar KNR. Men samstundis er talið a fólki, sum hava fingið játtað innferðarloyvi serliga orsakað av arbeiði vaksið. Tí vilja myndugleikarnir hava fleiri og betri kanningar. Tað merkir, at frá í dag er tað eitt krav, at ferðafólk verða kannað í Danmark, áðrenn tey fara til Grønlands, og at tey eisini verða kannað fimm dagar eftir at verða komin til landið. Smittuvandin økist, samstundis sum vit loyva fleiri ferðandi inn í landið. Tí herða vit nú eftirlitið, sigur Henrik L. Hansen, landslækni í Grønlandi, sambært KNR. 97 ára gamli Georg Abrahamsen á Strondum greiðir frá virkseminum hjá bretsku hermonnunum á Strondum, og krígsárini arbeiddi hann hjá bretum úti á Bergi, har teir høvdu støðina. Sonurin Jan Abrahamsen eigur nú stóru betongbarakkina. Søgufrøðingurin Jon S. Hansen í Miðvági hevur stóran áhuga fyri seinna heimsbardaga og hevur granskað í honum. Hann hevur skrivað eina masterritgerð um evnið, og í sendingini greiðir hann frá gongdini í krígnum. Tað var ógviliga dramatiskt tá týskt flogfar bumbaði saltsiloina á Drelnesi. Ein av teimum, ið sóu tilburðin, var 92 ára gamli Einar Larsen á Tvøroyri og hann greiðir frá hendingini. Árnafjørður er gott rekapláss, og á landsynningi var stórur vandi fyri at minur róku inn á fjørðin. Handilskonan í bygdini, Fanny Olsen, og Torleif Justinussen greiða frá, tá árnfirðingar fóru niðan í minuhúsið omanfyri bygdina, tí vandi var fyri spreingingum. Onkur mina gjørdi eisini stóran skaða. Alex Sólstein, gamli skúlastjórin í Klaksvík, greiðir frá ógvisligu bumbingunum í Klaksvík í 1941. Tað var eitt Guðs undur at eingin fólkasaði var, sigur Alex. Nógvar familjur í Klaksvík flýggjaðu til tær smáu bygdirnar í Norðoyggjum. Tá bretar høvdu gjørt av at gera flogvøll í Vágum, bleiv Sørvágs havn ógviliga týdningarmikil og í Sørvági blivu fleiri hundrað barakkir reistar til bretarnar. Lars Larsen og Vilborg Davidsen, ið bæði vuksu upp í Sørvági, greiða frá stóru broytingunum í bygdini. Aðrar smærri broytingar eru tó gjørdar. Eitt nú skulu ferðafólk upplýsa teirra telefonnummar, so at koronabólkurin hjá myndugleikunum kann seta seg í samband við tey. Eisini fáa ferðafólkini útflýggjað eitt annað skjal, enn tað tey fingu í gjár. Í sendingini hitta vit John Nybo, eisini nevndur John í Liðanum, ættaður av Viðareiði. John andaðist á heysti 2000, 78 ára gamal. Vit hittu hann í Keypmannahavn nakað fyri, hann doyði. John varð blindur av vanlukku undir seinna heimsbardaga. Eftir kríggið fór hann til Danmarkar á blindastovn. John stóð í boði at lesa til prest, men hann valdi heldur at gerast bustabindari. Hóast John hevur búð niðri meira enn 50 ár, so hevur hann varðveitt viðareiðismálið reint og óspilt. Mamma hansara tænti sum ung genta á Brekkumørk, og har birtist tætta vinarbandið millum heimið hjá John og Christian Matras. John og Christian kendist væl. Á ein sera forvitnisligan hátt lýsir John skaldskapin hjá Christiani á Brekkumørk. Við orðum, myndum, tónleiki og yrkingum hitta vit bustabindaran og skaldið av Viðareiði. Lagt til rættis hevur Zacharias Hammer. Er tað loyvt hjá arbeiðsgevarum at senda fólk í ALS, uttan at rinda munin millum tína vanligu løn og ALS ískoyti Og er tað eitt mistak, at ALS hjálparpakkin eisini rindar løn í uppsagnartíðini, um arbeiðsgevarin sigur teg úr starvi Tað skiftu Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum og Dánjal Højgaard, samskipari hjá Starvsmannafelagnum orð um í Degi og Viku í kvøld. Tær hava stovnað TripleYummie, har tær leggja myndir út av mati, tær hava gjørt. Og so eru eingir klumpar í hvørki sósini ella í kjøtbollunum. Jóhanna Norðberg klárar ikki sjónina av klumpum. So hon hon rívir leykin, og hon blendar sósina. Í summar skal tað vera. Ein pop up matstova, ið selur take away. Kanska heimanífrá barndómsheiminum í Varðagøtu. Ella kanska onkra aðrastaðni. Bretsk vika er sending frá 45 ára minningarhaldinum í 1990. Teir minnast sínar falnu. Í kirkjugarðinum við Velbastaðvegnin liggja 40 hermenn grivnir. 34 bretar og 6 kanadiar í aldrinum 17 til 48 ár. Hesar menn minntust bretar og føroyingar 13.05.90. Lagt til rættis Leivur Hansen. Edvard Mittelstein úr Skopun fór sum 20 ára gamal í 1942 til skips. Hann fór í enska handilsflotan og seinni við minustrúkarum. Eftir kríggið var hann við skotskum trolarum og línuskipum. Seinni árini sum stýrimaður og skipari. Hann sigldi størsta partin saman við skotska skiparanum George Lieber. George Lieber var fyrstu ferð í Føroyum í 1934, og fiskaði undir Føroyum fram til sjeyti árini. Edvard Mittelstein sigur frá tíðini undir krígnum og sum fiskimaður. George Lieber hevur alt gott at minnast aftur á, frá tíðini sum skipari og fiskimaður undir Føroyum. Teir gomlu skipararnir hittast hvønn týsdag í undirhúsinum í Aberdeen, sum er í hugnaligari stovu á sjómansheiminum. Zacharias Hammer og Ragnar C. Joensen gjørdu sendingina. Umhvørvisstovan hevur sett SEV treytir, sum skulu tryggja, at árinið á náttúru og umhvørvi verður minst møguligt, og at fylgt verður við gongdini hjá fugli í økinum. Nú er greitt, at í desember í fjør var fyrsti tilburðurin av koronusmittuni í Fraklandi. Tað skrivar danska TV2, sum endurgevur franskar miðlar. Seinastu tíðina hava tvey sjúkrahús í Fraklandi greinað gamlar royndir av lungnabrunum, og tey hava funnið koronuvirus í eini roynd, sum varð gjørd í Paris í desember 2019. Og herfyri bað Yves Cohen, lækni og deildarstjóri á báðum sjúkrahúsunum síni starvsfólk gjøgnumganga gomlu kanningarnar og at kanna tær fyri koronuvirus. Um hetta mundið høvdu myndugleikarnir í Kina ikki boðað frá nýggja virussinum, og marknaðurin í Wuhan, har sjúkan tók seg upp, var framvegis opin. Vit gjørdu kanningina tvær ferðir fyri at tryggja okkum, at talan ikki var um eitt mistak, og báðar ferðirnar var hon positiv, sigur franski læknin við France info. Smittaði maðurin var sera bilsin, tá hann fekk boðini um, at hann skuldi havt verið smittaður við Covid 19 í desember í fjør. Maðurin hevði ikki verið og ferðast og hevði fyri tað mesta verið saman við konu síni og børnunum. Vit hugdu eftir, um fiskur úr Kina var í matvøruhandlinum, men har vóru bara franskar vørur, sigur Yves Cohen við fronsku sjónvarpsrásina. Um tað gerst neyðugt, er landsstýrið til reiðar at útvega sær heimild at seta reglur um tvungið sóttarhald í verk, sigur løgmaður í svari til Sirið Stenberg, løgtingskvinnu. Men, leggur hann afturat, heilsumyndugleikarnir siga, at hetta er ikki ráðiligt, tí ein slík kanning kann geva falskan tryggleika. Men við miðilin Altinget sigur Kim Jesper Jørgensen, ovasti í Arktis kommando, at amerikanarnir sleppa bara at vera í skrivstovunum í húsinum hjá Arktis kommando. Teir sleppa ikki í rakstrarmiðstøðina hjá Arktis kommando. Tað kann hugsast, at lodnuyngul fer haðani við streyminum til Føroya, sigur Birkir Bárðarson, sum stendur á odda fyri íslendsku lodnukanningunum, við Fiskifr ttir. Danski løgmálaráðharrin, Nick Hækkerup, sigur seg einki kunna gera við tað, at fólk eru ákærd í nógv ár, áðrenn tey so verða frídømd. Sjúrður Skaale spurdi, um tað er rætt, at fólk eru ákærd í sjey ár, og síðani verða frídømd. Spurningurin er yvirskipaður, um fólk eiga at bíða í nógv ár frá tí, tey eru ákærd, til tey eru dømd. Dømið í spurninginum er úr Eik málinum, sum byrjaði í 2012. Ikki fyrr enn í november 2018 blivu tveir ákærdir í tí málinum frídømdir. Tá fólkatingið aftur fer at virka sum vanligt, fari eg at reisa málið sum eitt spurnarorðaskifti í fólkatinginum, sigur Sjúrður Skaale. Á tíðindafundinum verða millum annað Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, Edvard Heen, stjóri á Almannaverkinum og Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum. Sambært Politikken er sølan av alkoholfríum øli í Danmark fimmfaldað síðani 2014. Kortini eru ikki øll, ið halda nógv um hetta ølið. Í lesarabrævi skrivar Sámal Matras Kristiansen, at tað verður samanborið við vatn, maltøl ella sodavatn. Alkoholfrítt øl verður snøgt sagt happað og ikki tikið fyri fult. Onkursvegna er tað inngrógvið millum manna, at øl alkohol. Sigur tú øl, hugsa fólk alkohol, men gloyma, at øl eisini er nógv annað. Í Rúsuni er eitt ógvuliga avmarkað úrval av alkoholfríum øli, men áhugin fyri tí tykist vera í vøkstri. Tað sigur Kasper Skovlund, øl entusiastur, og sølufólk í Rúsuni. Vit skulu ikki kappast við matvøruhandlarnar, ið eisini selja alkoholfrítt. Málið hjá okkum er at vísa eitt ávíst úrval, leggur Kasper Skovlund dent á. Fremsta argumentið fyri alkoholfríum øli, er, at tað ikki frátekur tær funktionalitet, vísir Sámal Matras Kristiansen á í innleggi sínum. Í hesum døgum verða hendurnar hjá teimum flestu vaskaðar og sprittaðar oftari enn vanligt. Hetta kann hava við sær turrar hendur og eksem. Meirilutin í Vinnunevndini mælti til at býta tey 41.709 tosnsini av svartkjafti sundur, so helvtin verður latin sum menningarkvota seinni í ár, og hin helvtin sum felagskvota við hámarki, sum Jacob Vestergaard,landsstýrismaður, skeyt upp. Tann spurningurin gjørdist aftur aktuellur, tá tað frættist um vikuskiftið, at trý skeinkistøð í høvuðsstaðnum hildu ikki tilmæli frá landsmyndugleikunum um at lata aftur klokkan 22. Tað er ein smeitur fyri sáttmálan millum borgarar og landsmyndugleikar, ið Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, ferð eftir ferð hevur sagt, er lykilin til tess at basa koronu. Ein sáttmáli, ið er bygdur á tilmæli og álit, heldur enn lóg og revsing. Hvussu er tað at ferðast úr einum donskum býi til Havnar, nú stríðið móti koronu er í hæddini, og eftirlitið við ferðafólki er hert Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, kunngjørdi hósdagin, at øll ferðafólk, sum koma til Føroya, skulu vátta við undirskrift, at tey skilja, at myndugleikarnir biðja tey um at fara í sjálvboðið sóttarhald. Nú er greitt, at ferðafólk kortini ikki skulu skriva undir sóttarhaldsskjal, tí politiið kann lata heilsumyndugleikunum upplýsingar, hóast ferðafólkini ikki hava skrivað undir nakað skjal. 10 tilburðir av koronusmittu eru í Føroyum, har tað ikki er staðfest, hvussu tey vórðu smittað. Hesum tilburðum hyggur Marnar Fríðheim Kristiansen, lækni, phd granskari og limur í sóttarhaldstoyminum ,nærri at í hesum døgum. Tað ræður um at finna smittuketurnar so neyvt, sum til ber, tí so eru vit væl brynjað, um smittan tekur seg uppaftur, sigur hann. Marnar Fríðheim Kristiansen heldur, at svarið er helst at finna í virusinum. Statsadvokaturin í Keypmannahavn hevur gjørt av at steðga kanningini, sum løgreglan í Keymannahavn gjørdi, tí ein løgreglumaður í Føroyum skeyt ein mann í Miðvági 9.desember í fjør. Kanningin er hildin uppat, tí niðurstøðan hjá statsadvokatinum er, at løgreglumaðurin skeyt í sjálvverju, ella fyri at verja starvsfelagar hjá sær. Maðurin, sum er miðskeiðis í trítatiárunum, er skuldsettur fyri drápsroynd og serliga grovan harðskap móti tænastumanni, sum var til arbeiðis. Eingi hagtøl eru fyri, hvussu nógv fólk eru uppsøgd, og fáa lønarískoyti úr koronaskipanini hjá ALS. Treytin fyri at fáa lønarískoyti er, at viðkomandi framvegis er í starvi. Magni á Deild Olsen, stjóri í ALS, sigur, at arbeitt verður við at fáa greiðari fatan av støðuni, og ALS fer at venda sær til umleið 1.000 arbeiðsgevarar og biðja teir boða frá, um fólk eru uppsøgd, ella verða søgd úr starvi. Samstundis sum 1940 árini eru merkt av jazzi og big band tónleiki, verður hetta tíggjuáraskeiðið eisini merkt av Seinra heimsbardaga, og tí leggja nógvir tónleikarar seg eisini eftir at endurspegla tær avbjóðingar, sum land teirra er merkt av, samstundis sum roynt verður at halda fast um lívligar rútmur og ein jaligan tóna ella hugburð um framtíðar vánir. Tú kanst hoyra sendingina her Jonn Hansen, søgufrøðingur, sigur okkum hvar og hvørji krígsminni eru at finna í Føroyum. Og krígsminnini eru nógv í tali, serliga í Vágum, við Skálafjørðin, á Eiðiskolli, í Havn, í Sandoynni, í Froðba og í Vági. Harumframt eru smærri krígsminni at finna aðrastaðni í landinum. Í hesum parti av UFO Kjallaranum, fara vit millum annað at práta um tíðindini, sum vóru at hoyra farnu viku. Pentagon hevur viðurkent, at trý videobrot, sum hava verið at sæð á netinum í eina tíð, eru verðulig. Fyri 75 árum síðani endaði seinni heimsbardagi, og tí seta krígsárini dám á hendan tematýsdagin í Nón. Vit fara eina tónleikaliga snarferð gjøgnum krígsárini. Vit spyrja Erling Isholm, søgufrøðing, hvat tað hevði at siga, at tað vóru bretar og ikki týskarar, sum hertóku Føroyar. Vóru nasistar í Føroyum Tað hevur Signar í Homrum, lesandi á søgu og samfelagsdeildini, kannað. Í Føroyum eru nógvar leivdir og nógv støð, sum minna okkum á stóra hermannavirksemi undir krígnum. Saman við Jonn Hansen søgufrøðingi gera vit eitt yvirlit yvir krígsminni. Og so tosa vit við Petur Rouch og Robert McBirnie, ið eru millum tey 100 tals føroysku børnini, sum eru úrslit av krígnum. Vit hoyra hansara tónleik, hoyra um hansara uppvøkstur, hvat ávirkaði hann, hansara misbrúk, niðurtúr og endan á toppinum, saman við teimum ungu, sum elskaðu tónleikin hjá honum, tá hann andaðist í 2003. Seinna sending. Tann spurningurin gjørdist aftur aktuellur, aftaná at tíðindini bórust um vikuskiftið, at trý skeinkistøð í høvuðsstaðnum ikki hildu tilmæli frá landsmyndugleikunum, um at steingja klokkan 22. Og tað er ein smeitur fyri sáttmálan millum borgarar og landsmyndugleikar, ið Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, ferð eftir ferð hevur sagt, er lykilin fyri at basa Korona. Ein sáttmáli, ið er bygdur á tilmælir og álit heldur enn lóg og revsing. Vit tosa við Sunnevu Háberg Eysturstein, vinnurekandi, Katrin Petersen, journalist, og Bogi Eliasen, stjórnmámafrøðing. Úr Odense til Havnar Korona hevur so gott sum steðga allari flogferðslu og í Vága Floghavn minkaði talið av ferðandi við heili 94 prosent í apríl í ár samanborið við apríl í fjør. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, leggur í hesum døgum síðstu hond á lógina, ið skal skatta vinningin í samband við sølu av veiðiloyvum. Harvið verður umsetiligheitin aftur galdandi. Føroyski búskapurin er væl fyri at megna eina kreppu sum hesa, men tað skulu fleiri tiltøk til, og undir øllum umstøðum skulu vit vænta at síggja avleiðingarnar av korona kreppuni í upp til 20 ár. MULTIKULTURELT SOUL OG GÓÐAR VIBRATIÓNIR. Marianna Winther Nagata er fødd í Los Angeles og uppvaksin í tí føroyska tónleikaumhvørvinum, har hon hevur ment sín heilt egna stíl, sum er ein blanding av popp, jazz, soul og blues. Marianna hevur fingið íblástur frá stórum kanónum sum Sarah Vaughan, Ella Fitzgerald og Norah Jones. Har hon á ein yndisligan hátt blandar tað gamla við tí nýggja. Í 2016 vann Marianna tónleikakappingina Sement við bólkinum Bluesette . Og fyrst í 2020 vann hon eisini sangskrivarakappingina, Stella Polaris. Hesaferð undir egnum navni. Fyrsta staklagið hjá Marionnu, For Real This Time , kveikti áhuga bæði í Føroyum og uttanlanda. Og Marianna skrivar enn løg í fulldrøn, so tú hevur nakað at gleða teg til, tá Marianna at fylla Perluna við souluttum tónum og massar av good vibes. Vit hoyra útvarpsleikin frá 1973, sum Hermann Jacobsen legið til rættis. H.C. Andersen skrivaði og Heri Jacobsen týddi til føroyskt. Jóhan Islholm var tøkningur. Svenn Brimheim legði tónleikin til rættis. Hann hevur svarað einum fyrispurningi frá Kristinu Háfoss, løgtingskvinnu.Hon spurdi um talgilda samleikan, netbankan og danska NemID. Jørgen Niclasen sigur, at nøkur noyðast at skifta tvær ferðir, fyrst frá gomlu innritanini í netbankan og Lønarportalin, Cryptomatic, og síðani frá NemID til føroyska talgilda samleikan. Í 2015 gjørdu landsstýrið og peningastovnarnir annars avtalu um at sleppa kravinum um at brúka NemID. Føroyingar skuldu brúka Cryptomatic. Nú hava flestu føroyingar NemID. Bíligari ferðaseðlar, dýrari brennievni, ein nýggj flogruta og minni leiga gjørdu, at Atlantic Airways hevði eitt verri ár í fjør enn í 2018. Avlopið í fjør var bara 7,8 milliónir krónur eftir skatt, hóast ferðafólkini vóru tíggju prosent fleiri í fjør enn í 2018. Í 2018 var avlopið 16,2 milliónir krónur krónur eftir skatt. Gjaldførið hjá Atlantic Airways var 142 milliónir krónur við árslok 2019. Tá árið byrjaði hevði felagið 148 milliónir krónur í tøkum peningi. Á aðalfundinum hjá Atlantic Airways varð staðfest, at útlitini fyri 2020 eru vánalig. Stór óvissa er um, nær flúgvingin av álvara fer í gongd aftur. Fyribils til síðst í juni verður flogið tríggjar ferðir um vikuna millum Vágar og Kastrup. Á aðalfundinum í gjár vórðu Gunn Ellefsen og Esther Dahl valdar í nevndina. Laila Hentze og Fróði Magnussen vóru í nevndini. Niels Mortensen heldur fram sum nevndarformaður og Kaj Johannessen sum næstformaður í nevndini hjá Atlantic Airways. 195 ársverk vóru í felagnum í fjør. Tey kostaðu 126,4 milliónir krónur. Landsstýrið fær einki vinningsbýti, tí tað stendur í lógini frá 2014, tá landið keypti aftur privatu partabrøvini í Atlantic Airways. Nú verður gjørt klárt at leggja fipurkaðal inn til hvørt húsarhald í Kvívík. Hetta er ein liður í stóru verkætlanini hjá Net at leggja fipurnet kring alt landið Fipur er ein nútímans tøkni, sum gevur ógvuliga skjótt og álítandi internetsamband gjøgnum ljósleiðara fiprar, ið eru til støddar við eitt menniskjahár. Sjálvur fipurkaðalin er nakrar fáar millimetrar í tvørmáti og liggur vardur í eini sterkari plastikkrørleiðing, sum er átta millimetrar í tvørmáti og verður løgd inn til hvørt húsarhald. Net sigur, at fipurnet fer at kollvelta internettøknina, tí tøknin letur upp fyri, at telefeløgini kunnu bjóða ferð heilt upp í 1.000 megabit. Fyribils hava býarpartar í Havn og bygdirnar Kolbeinagjógv og Morskranes fingið fipurnet. Sostatt er Kvívík millum tær fyrstu bygdirnar í Føroyum, sum fáa nýggju tøknina. Teir mongu hjálparpakkarnir, sum eru latnir í kreppuni, kunnu byrja fyri langtíðar negativum árinum á búskapin. Men tað slepst ikki undan, at 2020 verður eitt ár við stórari afturgongd, og at landskassin fer at hava stórt hall, sigur Nicolai Wammen, fíggjarmálaráðharri. Gongst sum ætlað, so verða børnini í Kvívík hitað við grønari orku frá vatninum í áunum, tá tey koma aftur í skúla eftir summarfrítíðina. Kvívíkar Kommuna hevur arbeitt við verkætlanini í nøkur ár, og hóast korona tíðin hevur seinkað leveransuna, so vænta tey at fáa sjálva vatnmylluna seinni í ár, so hon kann mala í august. Vatnið verður tikið úr tveimum áum úr Kvívík longur uppi í bygdini og leitt við rørum til vatnorkuverkið, sum fer at standa beint aftanfyri barnagarðin. Tað vóru havnarmenninir, Jóhannes Olsen undir Kletti og Júst Sivertsen, sum keyptu bilin, ið var ein Ford TT lastvognur, árgangur 1922. FM kappróður verður á Norðoyastevnu í juni. Tað hevur Klaksvíkar Róðrarfelag gjørt av á aðalfundi í gjárkvøldi. Vit duga ikki at síggja, at vit ganga ímóti tilmælunum við at hava róðurin akkurát, sum hann plaga at vera, sigur Magnus Norðberg, venjari og nevndarlimur í Klaksvíkar Róðrarfelagi. Barnaróðurin verður 500 metrar, og vaksnamannaróðurin 1000. Kappróðurin verður uttan áskoðarar, ábit og heiðursmerkjahandan. Feløgini standa við avgerðini Fyri fjúrtan døgum síðani hittust róðrafeløgini og róðrarsambandið, og niðurstøðan var, at hvørt felag sær skuldi gera av, um og eftir hvørjum leisti kappróðurin skal avgreiðast. Tað hevur verið ein byrða at skula avgera tað, sigur Magnus Norðberg. Politiski myndugleikin sigur, at ítróttur skal verða, meðan heilsuráðgevingin sigur, at smittuvandin verður øktur, tá róð verður. Magnus Norðberg harmast um, at felagið ikki hevur fingið nóg greiða vegleiðing um, hvussu róðurin skal skipast. Leygardagin skulu feløgini á fund við róðrarsambandið, og tá verður meir at frætta um, hvussu kappróðrarárið fer at síggja út. Heldur ikki seinasta samdøgrið er nakar tilburður av koronasmittuni staðfestur, og eingin er lagdur inn á sjúkrahús, upplýsir Heilsumálaráðið fyrrapartin. Hagstovan hevur ikki arbeiðsloysisstuðul, lønarískoyti frá Arbeiðsloysisskipanini, B skattskyldugar inntøkur, samsýningar, veitingar og eftirlønir við í tølunum. Serliga í privatu tænastuvinnuni er lønin minkað. Privat tænastuvinna eru til dømis hotell, matstovur, handlar, flutningur, umvælingar og húsarhaldstænastur. Leygardagin verður fyrsta kappingin av trimum stórkappingum í frælsum ítrótti. Kappast verður í renning, lopi og kasti, og allar kappingarnar verða á Tórsbreyt, skrivar fif.fo. Tað er Bragdið, sum er vertur fyri ti fyrstu kappingini. Bæði børn og vaksin kunnu taka lut, og seinast freist at melda til kappingina er í kvøld. Hinar báðar stórkappingarnar verða 23. mai og 13. juni. Hvirlan er vertur 23. mai, og Treystið og Roysnið eru vertir 13. juni. Samlaða eistaklingakappingin verður avgjørd eftir, hvør íðkari hevur mest stig eftir øll trý umførini. Hondbóltssamband Føroya og venjarin hjá kvinnulandsliðnum, Ágúst Jóhannsson, eru komin ásamt um at enda samstarvið. Korona støðan hevur gjørt tað trupult hjá venjaranum at vera um landsliðið nú fyrireikingarnar til komandi HM undankappingina skulu byrja í summar. Saman við Ágústi fer Sophus Dal Christiansen, hjálparvenjari, eisini úr starvi. Tað skrivar Hondbóltssambandið. Nøgd við gongdina Hondbóltssambandið sigur, at tey eru nøgd við gongdina undir Ágústið Jóhannsson, og ongar ítróttarligar grundir eru til, at samstarvið endar. Millum annað eydnaðist liðnum at vinna ein HM undandyst móti Litava. HSF fer nú undir at seta nýggjar venjarar og sigur, at tørvur er á einum venjara, sum skal vera búsitandi í Føroyum. Higartil hevur tað eydnast at avmarka heilsuliga skaðan av koronafarsóttini í Føroyum, men hvat eru fíggjarligu avleiðingarnar av henni. Í Breddanum í dag viðgera vit búskapin og hvussu koronafarsóttin ávirkar fiskaprísin. Vit tosa millum annað við ein búskaparfrøðing og fólk í vinnuni. Tey, sum detta niðurímillum Almannaverkið letur nú so spakuliga upp aftur, eftir at tað hevur verið mest sum stongt seinastu vikurnar. Men hvussu er støðan hjá teimum borgarum, ið hava tørv á tilboðunum hjá Almannaverkinum Út í heim Seinast í sendingini lodda vit eisini dýpið millum nøkur av føroysku sendifólkunum um støðuna í okkara heimsparti. Vit hoyra millum annað frá Elin Mortensen, sendikvinnu í ES, og Áka Johansen, sendimann í London. Umframt tey 338.000 fólkini, sum Atlantic Airways flutti til Føroya og úr Føroyum, fleyg felagið leigutúrar við knpppliga 107.500 ferðafólkum. Ferðafólkatalið í 2019 var tí 445.639. Í morgin verður latið meira upp, og ætlanin er, at Almannaverkið skal hava fult virksemi, áðrenn juni mánaður er farin, sigur Edvard Heen, stjóri. Várframsýningin á Listasavninum, sum bert var opin fýra dagar fyrst í mars, áðrenn hon mátti steingja vegna farsóttina, letur upp aftur í næstu viku. Vit hava verið og vitjað saman við Kinnu Poulsen, ummælara. Í farnu viku andaðust tveir norðurlendskir rithøvundar, sum veruliga hava gjørt vart við seg. Vit tosa við Malana Marnesdóttir, bókmentafrøðing, um skaldskapin hjá Yahya Hassan og Mai Sjøwall. Og so ummælir Eilen Anthoniussen bókina hjá Rúna Weihe. Útivið 1.000 fyritøkur hava søkt Arbeiðsloysisskipanina um lønarískoyti til starvsfólkini eftir korona skipanini, og tá eru umsóknir frá sjálvstøðugum vinnurekandi taldar við. Kringvarpið søkti um innlit í, hvussu nógvar fyritøkur hava brúkt skipanina, og hvørjar tær eru.Tað fær Kringvarpið ikki innlit í, tí talan er um persónsligar upplýsingar. Arbeiðsloysisskipanin svarar, at serliga korona skipanin fevnir um starvsfólk hjá privatum arbeiðsgevarum og starvsfólk hjá partafeløgum og smápartafeløgum, har landið eigur part ella allan partapeningin. Umsókn um lønarískoyti er fyri starvsfólkini. Talan er um eina stuðulsskipan til einstøku starvsfólkini. Arbeiðsgevarin fær ikki beinleiðis stuðul eftir hesi skipanina. Føroyska samfelagið tykist at vera komið gjøgnum fyrstu bylgjuna av Korona uttan at tað hevur kravt nakað mannalív. Men enn er óvist hvørjir búskaparligu avleiðingarnar vera av farsóttini. Vit hoyra Jesper Rangvid, professara og lim í Føroya Váðaráð, Boga Jacobsen, stjóra í Varðanum Pelagic, og Jens Paula Petersen, stjóra í Faroe Origin. Almannaverkið Almannaverkið og eldraøkið lata nú uppaftur, aftaná at stórir partar hava verið skerdir seinastu vikurnar. Og tað hava fleiri føroyingar merkt á egnan kropp. Í útvarpsstovuni vóru Edvard Heen, stjóri fyri Almannaverkið, og Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD. Støðan í Evropa Vit fara eina rundferð í Evropa, og lodda dýpið millum føroysk sendifólk, um hvussu støðan er aðrastaðni. Vit tosa við Elin Mortensen, sendikvinnu til Evropeiska Samveldi, Áki Johansen, sendimann í London, og Hákun Djurhuus, sendimann í Moskva. Luttakarar Jens Pauli Petersen, Bogi Jacobsen, Jesper Rangvid, Tóra við Keldu, Edvard Heen, Maud Wang Hansen, Ann Mari Jensen, Áki Johansen, Hákun J. Djurhuus og Elin Mortensen Sendingina gjørdu Kaj Joensen og Jón Brian Hvidtfeldt. Hallur av Rana var redaktørur. Endursending í samband við 75 ára dagin eftir Seinna heimsbardaga. Gallakonsert í Norðurlandahúsinum frá mai 1990. Beinleiðis sending Gordon Highlanders spæla. Bergur Jacobsen frásøgumaður leggur fyri. Magni Arge heldur røðu vegna fyrireikingarnevndina. Jan Kløvstad heldur røðu vegna Norðurlandahúsið. Havnarkórið dansar inn. Sandoyardans og Bandadans. Jógvan Sundstein, løgmaður, heldur røðu. Havnarkórið syngur Frægir funnu Føroyaland , Ungmoy í mai og Føroyar mín móðir . Scottish Country Dance dansa fólkadans. Walisiskt manskór syngur Stout Hearted Man Framhald av Waliskt manskór Sopransolo Helen Pickett. Softly as I leave you , Non so piu , Little innocent lamb og Gospel Train . Scottish Dancers dansa fólkadans. Walisiskt manskór syngur Sopransolo Helen Pickett. Summertime , The Holy City , As hyd Y Nos , Hen Wlad Fy Nhadau og Walisiski tjóðsangurin . Í steðginum eru innsløg úr býnum Sekjjapíputónleikur í miðbýnum. samrøða við Dick Gordon, sum var í Føroyum undir krígnum. Árni Gregersen prátar við hann. Samrøða við Heðin Mortensen, uttan fyri Krígssavnið. Eyð Matras prátar við Kára Petersen, Havnar Sjónleikarafelag. í samband við at sjónleikarafelagið framførir leikin Cabaret Valentine . Framsýning á Landsbókasavninum av bókum og bløðum sum vórðu skrivað undir krígnum og stutt eftir kríggið. Samrøða við Óluvu Isaksen, bókavørð. Eisini helvur Mason røðu og Royal Marines spæla Stars og Stripes forever , William Tell , Clarinet Polka , Trompet Blues og Cantabile , Flight of the Bumble Bee , West side story , Bolero , Toccata og Big Band Bash . Walisiskt manskór og Royal Marines Morte Christe , Men of Harlech , March , Finala og Rule Britannia . Føroyski og bretski tjóðsangurin verður sungin. Gjørt sendingina hava Egon Joensen, Eyð Matras, Finnur Olsen, Milson Zachariassen. Tá málið var til 2. viðgerð mánadagin, vóru 24 atkvøður fyri, og ein atkvøða var blonk. Ein samd fíggjarnevnd tók undir við umbønini frá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni. Landskassin hevur 3,2 milliardir krónur í gjaldføri og 3,7 milliardir í rentuberandi skuld. Sostatt er nettoskuld landskassans bara ein hálv milliard. Stórur partur av gjaldføri landskassans stendur í virðisbrøvum. Verða tey seld, sum støðan er, hevði landskassin havt eitt stórt kurstap, segði fíggjarnevndin. Tí mælti hon heldur at heimila landsstýrinum at læna peningin. Londini eiga at vera sera varin, tí annars er vandi fyri, at smittan aftur fer at breiða seg skjótt, sigur aðalstjórin í WHO, Tedros Adhanom Ghebreyesus. Hann mælir til, at heimsins lond hava skipanir, sum kunnu finna smittukelduna, og reglur um sóttarhald. 3.755.341 fólk í øllum heiminum hava korona, og 1.027.321 fólk eru vorðin frísk aftur. USA er tað landið, har flestu smittutilburðirnir eru í øllum heiminum. Í Evropa eru flestu tilburðirnir í Spania, Fraklandi, Bretlandi og Italia. Umleið aðruhvørja ferð, tú tendraði ljósið í apríl, kom elorkan frá vatni, vindi ella sólorku. Serliga var tað vatnorkan, sum hilnaðist væl í apríl, sammett við sama mánað í fjør. Nógv regn í fyrru helvt av apríl sæst aftur í tølunum. Framgongdin í vatnorkuni var 90 prosent. Sløk 36 prosent vóru vatnorka, og 53 prosentum av orkuni kom frá olju. Vindorkan var 11 prosent í apríl, og sólorkan var 0,05 prosent. Eftirspurningurin eftir elorku í apríl var tann sami sum í í apríl í fjør, sigur SEV. Annars hevur støðugur vøkstur verið í eftirspurninginum seinastu árini, ofta upp ímóti 10 prosentum. At koronatiltøkini hava minkað virksemið í samfelagnum, sæst eisini aftur í uppgerðini fyri mars og apríl. Minsta nýtslan var á páskum, sigur SEV. Ósemja er um prísin fyri barnagarðin. Árni Jacobsen og Gudny Langgaard komu við einum broytingaruppskoti á býráðsfundinum í síðstu viku. Teirra uppskot er at byggja fyri góðar 30 milliónir krónur, ella fyri 30.000 krónur fermeturin. Tey mæltu til at bjóða byggingina út av nýggjum. Jóhan Christiansen og Hanna Jensen atkvøddu fyri hesum uppskotinum. Men býráðið samtykti við fimm atkvøðum at taka av einum tilboði frá MT Højgaard, sum er lægsta tilboðið. Tað er slakar 40 milliónir krónur. Men so kemur annar kostnaður afturat, so barnagarðurin fer at kosta góðar 53,8 milliónir krónur, tá er meirvirðisgjaldið talt við. Barnagarðurin verður 1.300 fermetrar og har verður pláss fyri 112 børnum. Fyri trimum árum síðani varð barnagarðurin mettur at kosta 30 milliónir krónur. Í 2018 samtykti býráðið, at barnagarðin skuldi í mesta lagi kosta 35 milliónir krónur við øllum. Ósbjørn Jacobsen arkitektar vunnu arkitektakappingina um barnagarðin. Tað bretska er ein partur av mær, siga Petur Rouch og Robert McBirnie sum við ein munn, hóast hvørgin teirra nakrantíð fingu samband við pápar sínar. Nøvnini bera boð um ein sterkan, men eisini viðbreknan samleika og sannleika. Teir eru báðir úrslit av kærleika millum eina unga føroyska gentu og bretskan hermann undir krígnum. Og tað vóru mong børn, sum spurdust burtur úr. Eini 160 føroyskar kvinnur giftust bretskum hermonnum, og haraftrat komu eini 180 sokallað leysingabørn burturúr, har lýst varð eftir pápunum í Dimmalætting. Soleiðis var ikki hjá teimum báðum, men teir komu ongantíð at kenna pápar sínar, sum teir ikki fingu samband við. Teir fingu nýggjar familjur og søgdu ikki frá sínum børnum í Føroyum. Mamma Petur rýmdi sjálv undan slatrinum til Onglands, har hon fekk nýggja familju, sum heldur ikki mátti vitað, at hon hevði barn í Føroyum. Tøgnin og tað ósagda hevur plágað nógv. Petur Rouch kom til sættis við mammu sína, áðrenn hon fór. Og bæði hann og Robert McBirnie hava seinni í lívinum leitað síni systkin upp í Bretlandi. Soleiðis funnu teir friðin. Góðan Morgun Føroyar prátaði við hann hósmorgunin. Minesto framleiðir drekan. Svenska fyritøkan hevur roynt seg í Írlandi og Wales. Men eftir brexit hevur felagið leitað sær til Føroyar. Hann er festur í eina ketu og flýgur sum eitt átta tal. Anna Sofía Restorff gekk í nonnuskúla í fimm ár og síðani í realskúla, har Jógvan við Ánna var flokslærari. Var telefondáma á telefonstøðini, á háskúla í Danmark og steðgaði á hjá einum tryggingarfelag í Keypmannahavn. Afturkomin var hon skrivari hjá Landsverki, men fór so niður aftur við manninum, sum fór á læraraskúla. Í rhus las Anna Sofía til petagok. Arbeiddi síðani í barnagarðinum á skúlanum á Trøðni, har hon var lærari, til hon legði frá sær. Næsta stig aftan á at ynskja er at ætla, at hava sett sær eitthvørt fyri og royna at gjøgnumføra tað. At vilja nærast tí veruleikakenda Tað, sum ein myndugleikapersónur sum til dømis løgmaður VIL, tað kann hann eisini seta í verk. Eingin er bundin at fylgja ynskjum hjá einum myndugleika ella hjá løgmanni. Er tað ætlanin, at boðini skulu verða fylgd, so má myndugleikin siga, hvat hann VIL hava okkum at gera, og ikki bara, hvat hann YNSKIR, at vit gera. Tíverri sær tað út til, at nógv fólk als ikki duga at skilja ímillum, hvat tað vil siga at ynskja og at vilja. Tað elvir til nógvar misskiljingar, sigur Elin Henriksen. Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, eftir at Bogi Jacobsen, stjóri á Varðanum Pelagic, í Breddanum í gjár, róði framundir, at tað kanska var best at lata fiskin svimja í havinum, heldur enn at leggja hann á goymslu. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sigur, at støða verður tikin til fiskiskapin eftir sild og makreli, tá fikiskapurin byrjar í heyst, ogí løtuni ber ikki til at siga nakað um, hvussu viðurskiftini vera. Froskar eru ikki partur av føroysku náttúruni, og tað kann fáa avleiðingar fyri viðbreknu vistskipanina í Føroyum, um froskar vrða sleptir út í urtagarðar, og teir haðani sleppa víðari út í náttúruna. Og hetta er heldur ikki loyvt, sigur Umhvørvisstovan. Tað er staðfest, at froskar kunnu trívast og nørast í Føroyum, og seinnu árini eru fleiri sløg funnin í náttúruni. Av tí at eingi rovdýr eru at halda froskum niðri, kann verða skjótt, at talið veksur skjótt. At sleppa frostum út í urtagarðar er sum at spæla við eld í einum hoyggjhúsi, sigur Umhvørvisstovan. Ein 31 ára gamal maður úr Póllandi fekk í gjár fýra mánaða fongsul fyri at hótta annað fólk eftir lívinum og vera harðligur á Skála langa fríggjadag, 10. apríl. Maðurin er eisini vístur úr Føroyum í fimm ár. Maðurin skeyt alt fyri eitt dómin inn fyri Landsrættin, og tað gjørdi ákæruvaldið eisini. Úrslitið hjá Smyril Line í fjør setti met. Avlopið hjá samtakinum var 75 milliónir krónur. Men hóast góða úrslitið, rindar Smyril Line einki vinningsbýti fyri 2019. Samlaða sølan hjá samtakinum fyri árið 2019 var 937 milliónir krónur. Árið fyri var hon 845 milliónir krónur. Gjaldførið hjá samtakinum við ársenda í 2019 var 167 milliónir krónur. Árið fyri var gjaldførið 101 millión krónur. Eginpeningurin í Smyril Line er 348 milliónir krónur. Umleið 475 fólk starvast í Smyril Line samtakinum. Politiið hevur staðfest, at eldurin er byrjaður við komfýrin. Men talan er ikki um nakra tøkniliga orsøk. Elinnleggingin er í lagi. Fótbóltskreppan er avhæsað. Tað skrivar danski miðilin, Ekstrablaðið, sum hevur tryggjað sær rættin at senda beinleiðis frá føroysku landskappingini. Nógv leingjast illa eftir fótbólti, og við hesum fáa vit roynt, hvussu stórur longsulin veruliga er, sigur ítróttarstjórin hjá Ekstrablaðnum, Allan Olsen. Tíggju danir spæla í bestu føroysku deildini í ár. Ein dyst hvørt umfar Ekstrablaðið sendir dystin millum NSÍ og TB leygardagin klokkan 15.00, og tað eru sokallaðu PLUS viðskiftafólkini, sum hava atgongd til dystin. Sagt verður frá á donskum. Ekstrablaðið fer at senda ein dyst hvørt umfar alt kappingarárið. Televarpið hevur rættindini til at senda frá Betrideildini, og Norska TV2 hevur keypt rættin til 12 tey fyrstu umførini. Televarpið hevur í dag gjørt avtalu við fyritøku, sum veitir veddingarfyritøkum beinleiðis sjónvarpsmyndir. Avtalan, sum umfatar bestu føroysku deildina hjá monnum, er galdandi fyri alt hetta kappingarárið, skrivar Televarpið. Televarpið hevur frammanundan gjørt avtalu við norska TV2, sum fer at senda beinleiðis frá fyrstu 12 umførunum, og danska miðilinum, Ektrablaðnum, sum fer at senda frá fýra teimum fyrstu umførunum. Inntøkurnar verða býttar millum Televarpið og Fótbóltssamband Føroya. Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður, í svari til Beintu Løwe, løgtingskvinnu. Hann sigur, at Uttanríkis og Mentamálaráðið hevur fingið eina frágreiðing frá Undirvísingarstýrinum. Í henni verður mett, at háskúlarnir og Húsarhaldsskúlin missa 700.000 krónur. Arbeitt verður við at geva skúlunum fíggjarligan stuðul, sigur Jenis av Rana. Væntandi verður hann við í einum uppskoti um eykajáttan, sum kemur frá Uttanríkis og Mentamálaráðnum. Avgjørt er at geva skúlunum ein part av rakstrarstuðlinum fyrr enn hann annars skal gjaldast, sigur Jenis av Rana. Gongur sum SEV ætlar, so fara fólk í Suðuroy, til tíðir bert at nýta grøna orku. Tað er ætlanin, nú vindmyllur verða settar upp millum Porkeri og Hov. SEV hevur fingið umhvørvisgóðkenning til sjey vindmyllur, sum dóttirfelagið, Pf. Vindfelagið í Neshaga, ætlar at seta upp í Heimara parti í Porkeri. Talan er um stórar vindmyllur, sum eru 45 metrar høgar, veingjabreiðið er 44 metrar og tilsamans kunnu tær geva 20 gigawatt av elorku um árið. Har Maj Sj wall vísti, hvussu svenska folkhemmet , hetta perfekta samfelagið, aldi fram brotsgerðir og kriminell, so er Yahya Hassan eitt dømi um, hvussu serligar umstøður í samfelagnum, gjørdu at hann bleiv, sum hann var. Danski Yahya Hassan, sum kallaði seg statsleysan palestina við donskum passi, andaðist bara 24 ára gama. Og svenska Maj Sj wall andaðist 84 ára gomul. Tey hava bæði heilt á hvør sín hátt lagt varðar eftir seg í norðurlendsku bókmentasøguni. Felags fyri tey bæði er, at tey hava havt ein hvassan samfelagskritikk í bókunum, sum høvdu høgt listarligt virði. Krimiskaldskapurin hjá Maj Sj wall og manninum Per Wahl hava skapt ein norðurlendskan skúla, Nordic Noir, sum nógvir krimihøvundar eftir tey, hava lagt seg eftir. Yahya Hassan hevur latið hurðarnar upp til ein heim í tilflytaraumhvørvinum, sum fá kendu frammanundan. Hann er fasti viðmerkjarin, tá ið fótbólturin rullar, men vit fara at snara prátinum aðrar leiðir, tí gávurnar og áhugin er til so mangt annað. Jóannes Jakobsen er okkara hósdagsgestur. Og nú samfelagið varliga letur upp aftur, umrøða vit tvær listaframsýningar. Í Listaskálanum hava tey broytt føstu framsýningina. Ein stórur partur teimum málningum, sum hingu uppi, eru avloystir av øðrum verkum, sum felagið eigur. Og so skipar blaðið Vinnulívið fyri forkunnugari sølulistaframsýning í Sjónleikarhúsinum leygardagin, sum eisini er opin fyri teimum, ið bara vilja hyggja. Hoyrið sendingina her Jóannes Jakobsen hevur roynt nógv av tí, sum hann hevur hug til. Og hann hevur gjørt vart við seg á nógvum ymiskum mótum. Tríggjar tónleikaútgávur blivu tað til í 1990 árunum, MA s Blues Band setti tey menningartarnaðu á fremstu rók, og fyri tíðina málar hann sum ongantíð. Búskaparliga gongdin í Vága Floghavn í fjør var ikki nøktandi og útlitini fyri 2020 eru ikki hugalig. Tað verður staðfest í ársfrágreiðingini hjá Vága Floghavn, ið bleiv kunngjørd í dag. Serfrøðingar Hví lurta vit so nógv eftir serfrøðini, tá tað snýr seg um korona, tá sama serfrøði í øðrum førum ikki hevur somu tyngd Spurningurin er vorðin seturr seinastu dagarnar, aftaná at borgarar og politikarar í stóran mun hava aktað teimum tilmælum, ið heilsumyndugleikarnir hava stungið út í kortið í samband við Korona. Heini í Skorini, granskari, og Pál Weihe, yvirlækna, viðgera spurningin í útvarpsstovuni. Demokratia Kristina Gry Berg er kvinnan, ið skal leiða arbeiði hjá Demokratia, nú tað stundar til kommunuval. Vit hava hitt nýggju forkvinnuna til eina samrøðu um arbeiðið at økja um kvinnuumboðanina í føroyskum politikki. Endursending frá 2006. Hóast ein fjórðingsøld er liðin, síðani Sanna Dahl Niclasen legði frá sær sum yvirlækni og leiðari á røntgendeildini á Landssjúkrahúsinum, minnast mong hana framvegis við takksemi og virðing fyri læknaligu avrik hennara tey 25 árini, hon var í starvi á høvuðssjúkrahúsi okkara. Í sendingini fáa vit alla lívssøguna hjá hesi sjáldsomu og áhugaverdu kvinnu, sum varð borin í heim í Vági 3. juli 1915 og sostatt skjótt kann halda sín 91 ára føðingardag. Í sendingini hitta vit eisini eftirmann hennara í leiðarasessinum á røntgendeildini, Anders Harboe Ree, og onnur. Lagt til rættis Leivur Hansen. Í gjár boðaðu myndugleikarnir frá, at nú verður mett nóg trygt í Føroyum, til at lata eldraøkið uppaftur. Tað merkir, at frá fríggjadegnum 8. mai kunnu búfólk á ellis og røktarheimum aftur fáa vitjan av avvarandi. Og tey eldru, sum búgva egnum húsum lata nú eisini dyrnar uppaftur. Tað merkti, at i dag fingu 89 ára gamla Henny Egholm og 90 ára gamli Børge Egholm vitjan av ommu og abba døtrunum fyri fyrstu ferð í nógvar vikur. Hesaferð ferð tað at snúgva seg um ódnarveður og Flytifólk. Stormfuglar er skakandi søga um ein bardaga, sum íslendskir sjómenn høvdu við himmalsins ódnarveður í tríggjar dagar á Nýfundlandsleiðunum í februar mánaði 1956. Hetta er skaldsøga, ið byggir á veruligar tilburðir. Á miðjum vetri fer síðutrolarin Mávurin á veiðu undir Nýfundlandi. Umborð eru tvey og tretivu menn. Teir hava rokfiskiskap og fylla skipið, men tá ið teir skulu sigla heim, brestur illveður á. Sjógvurin er ísakaldur, sjórokið er javnt og samt um hetta tunga farið, sum skjótt er avtakið við gleri og er um at missa stabilitetin. Glerskónin er um at trygda tunga trolararan niður í dýpið øll vón um bjarging tykist vera farin. Teir hoyra neyðarkall frá øðrum skipum, sum eru stødd í somu neyð í bardaga millum lív og deyð. Ein av teimum, ið upplivdi hesi samdøgur í bardaganum millum lív og deyða, var vestmenningurin Bjarki Skúvadal, sum saman við fleiri vestmenningum bardist fyri lívinum hesi samdøgrini. Í Orð og tónum 7. mai fara Carl Johan Jensen, sum týddi bókina úr íslendskum, og Bjarki at tosa um hesar sjáldan ringu dagar á Nýfundlandsleiðum. Tónleikinum fer spennandi bólkurin Flytifólk at standa fyri. Myndugleikarnir hava mælt til, at matstovur, kaffistovur og barrir skulu ikki hava longri opið enn til klokkan 22 um kvøldið. Men nøkur skeinkistøð høvdu kortini opið longri. Beint eftir midnátt komu fleiri fráboðanir um, at ein bilur koyrdi ábyrgdarleyst í bygdum øki í Runavík. Men áðrenn løgreglan kom á staðið, hevði bilurin rent á. Eingin fólkaskaði var, men bilurin er illa farin. Løgreglan tók føraran við sær og tók eina blóðroynd, sum fer at vísa, um hann var ávirkaður. Seint seinnapartin í gjár koyrdi sami bilur ábyrgdarleyst aðrastaðni í Eysturoynni, men hann varð ikki handtikin, tí einki var at taka hann fyri. Annars hevur løgreglan gjørt ferðsluátøk seinastu dagarnar, og fleiri bilar hava fingið bót fyri eitt hvørt. Í gjár fingu fýra bilar bót fyri at koyra við píkadekkum. Forboðið um, at fleiri enn 10 fólk savnast, stendur við, og forboðið er nú longt til 8. juni, altso í ein mánað afturat, skrivar DR. Síðstu árini hevur vøksturin í el nýtsluni ligið um 10 prosent í apríl, frá ári til ár, men soleiðis var ikki í apríl í ár, tá nýtslan bara vaks við 0,6 prosentum. Minkaða virksemið í samfelagnum orsakað av koronatiltøkunum var at hóma í uppgerðini fyri mars, men er væl sjónligari í apríl, sigur SEV. Okkurt kundi týtt upp á, at vit byrjaðu eitt sindur seinni at arbeiða ella svóvu eitt sindur longri, sigur Heri Mortensen, deildarstjóri fyri framleiðsluna hjá SEV. Síðani koronasmittan avmarkaði ferðing til og úr Føroyum hevur Atlantic Airways givið kundum sertilboð um at broyta ferðaseðilin ókeypis ella fáa upphæddina tilgóðar. Hetta tilboðið heldur nú fram til 30. juni, tí enn hava myndugleikarnir ikki boðað frá, at landamørkini verða latin meira upp aftur. Smoltstøðin er í løtuni 5.200 fermetrar, og tá útbyggingin er liðug, verður hon 18.000 fermetrar til víddar. Sáttmáli er undirskrivaður, og arbeiðið byrjar væntandi í summar. Hetta er enn eitt stig í okkara strategi, at ala fiskin longri á landi. Okkara smoltframleiðsla er í dag tvífaldað samanborið við fyri tveimum árum síðani, sigur Regin Jacobsen, forstjóri. Bakkafrost ger í løtuni stórar íløgur í at útbyggja smoltstøðir, og tað er tí eisini ein partur av strategiini hjá felagnum, at smoltstøðin á Norðtoftum nú verður útbygd. Sølan vaks í fjør upp í slakar 120 milliónir krónur, meðan rakstraríkastið var umleið tað sama, sum undanfarin ár, 11 milliónir krónur svarandi til gott níggju prosent av søluni. Yvirskotið hjá Posta var í fjør 330.000 krónur fyri skatt. Tað var serliga fraktparturin, loftvegis, sjóvegis og innanlands, ið vaks, upplýsir Posta eftir at aðalfundur hevur verið. Dótturfelagið í Danmark, PostaLogics, hevði somuleiðis vøkstur í søluni, ikki bara til Føroyar, men eisini til aðrar marknaðir. Partur av nevndini hjá Posta er eisini skiftur út á aðalfundinum. Í nevndini eru nú Joen Magnus Rasmussen, formaður, Reidar Nónfjall, næstformaður, Guðrið Højgaard, Gudny Langgaard, Jóanis Iversen og Bjarki Poulsen, starvsfólkaumboð. Andras Róin og Jóna Olsen eru farin úr nevndini, og nýggi formaðurin, Joen Magnus Rasmussen, og Gudny Langgaard eru nývald, sigur Posta í tíðindaskrivi. Tað eru framvegis 187 føroyingar, ið hava fingið staðfest koronasmittuna. Hetta byggir á tilsamans 8.403 kanningarúrslit. Sostatt er heldur eingin tilburður staðfestur seinasta samdøgrið. Tað upplýsir Landslæknin, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk, skrivar heimasíðan hjá heilsumyndugleikunum, corona.fo, nú um middagsleitið. Í løtuni eru 186 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest koronasmittuna. Einki fólk er í løtuni innlagt á teimum trimum sjúkrahúsunum í landinum við ella orsakað av COVID 19. Tað er niðurstøðan í eini nýggjari frágreiðing, har tað eisini verður væntað, at COVID 19 fer at gera um seg í fleiri ár í Afrika, skrivar BBC. Sambært kanningini hjá World Health Organization, fara 29 til 44 milliónir fólk í Afrika at verða smittað við COVID 19 eftir einum ári. Deyðatalið í afrikansku londunum fer hetta sama tíðarskeiðið at verða úr 83.000 upp í 190.000 fólk, ávarar Heimsheilsustovnurin, WHO. Forsøgnin hjá World Health Organization byggir á 47 lond í Afrika, har fólkatalið í teimum 47 londunum tilsamans er umleið eina milliard. Higartil eru fleiri enn 2.000 fólk í Afrika deyð av COVID 19. Til samanberingar er deyðatalið í Vesturevropa komið upp um 140.000 fólk. COVID 19 er staðfest í øllum teimum afrikansku londunum uttan Lesotho. Flestu staðfestu tilburðirnir eru í Suðurafrika, tilsamans 8.200. Flest fólk eru deyð í Algeria, tilsamans 483. Talið á fólki, sum fáa korona lønarískoytið frá Arbeiðsloysisskipanini orsakað av COVID 19, er tað minsta, tað hevur verið í fleiri vikur. Pláss er nú fyri øllum børnum, sigur Eyðun Christiansen, stjóri í kommunufelagnum, sum enn ikki veit við vissu, hvussu viðksemið verður skipað. Løgmaður boðaði 30. apríl frá, at kommunurnar aftur fóru at skipa virksemið á dagstovnaøkinum soleiðis, at øll børn kunnu koma á stovn aftur. Síðani dagstovnarnir lótu upp aftur, hevur tað verið ógvuliga ymiskt, hvussu nógv børn eru sloppin á stovn. Nógva staðni hveur bert verið pláss fyri umleið helvitini av børnunum. Kommunufelagið hevur tó ikki fingið eina dagførda vegleiðingin frá Coronaráðgevingini enn, men vegleiðingin til skúlarnar er komin. Eyðun Christiansen væntar, at leisturin verður tann sami á dagstovnum. Tað inniber, at stovurnar skulu halda seg fyri seg sjálvar og ikki flyta børn og vaksin í millum stovurnar. Almennu tilmælini um reinføri og frástøðu halda fram, men í fyrru vegleiðingin til dagstovnar frá Coronaráðgevingini stendur, at tað er ikki møguligt at sleppa undan fysiskum sambandi við børnini, og tað er heldur ikki neyðugt. Fleiri hava víst føroyskum fótbólti áhuga, nú betrideildin byrjar aftur uppá kappingina um vikuskiftið. Ekstrablaðið er ein av teimum miðlunum, sum hevur keypt sær rættindi til at vísa føroyskan fótbólt. Búskapurin steðgaði upp, tí vit vildu basa koronasmittuni. Tað førir við sær, at vit hava methøgt arbeiðsloysi, sigur Erica Groshen, búskaparfrøðingur í USA við BBC. Búskaparlig afturgongd er í øllum pørtum av búskapinum. 7,7 milliónir starvsfólk í ferðavinnuni hava mist arbeiðið, 2,2 milliónir starvsfólk í útbúgvingarskipanum og heilsuskipanum hava mist arbeiðið, og 2,1 milliónir handilsfólk eru arbeiðsleys. Tey flestu, sum hava mist arbeiðið, verða lýst sum fyribils arbeiðsleys, eini 18 milliónir Men búskaparfrøðingar ávara móti langtíðararbeiðsloysi, um lond halda fram við at vera stongd. Harafturat mugu broytingar væntandi gerast í teimum flestu vinnugreinunum, sum hava við sær, at tørvur er á færri starvsfólkum. Hóast fleiri fólk bert eru fyribils arbeiðsleys, er stórur vandi fyri, at støðan verður varandi, tí fyritøkur kanska ikki yvirliva ella mugu umleggja sítt virksemi somikið, at tørvur ikki er á øllum starvsfólkunum longur, sigur Erica Groshen. Tøl hjá US Bureau of labor statistics vísa, at í síðstu viku søktu 3,2 milliónir amerikanarar afturat um arbeiðsloysisstuðul. Tilsamans eru fleiri enn 33 milliónir fólk, um seinastu seks vikurnar hava søkt arbeiðsloysisstuðul. Tað fer at kosta 13 milliónir at umvæla brimverjuna í Porkeri, sum fekk stóran skaða í vetur. Tað vísir ein fyribils kostnaðarmeting. Men Porkeris Kommuna sær seg ikki føra fyri at fíggja umvælingina og hevur biðið landið hjálpa til. Um vit skulu fíggja tað sjálvi, so fara vit langt upp um eina álíkning, sigur Mikkjal Sørensen, borgarstjóri í Porkeris kommunu. Og vit vita eisini, at landið fyrr hevur hjálpt kommunum at gera aftur ymiskt, sum er farið av ódn. Vit hoyra útvarpsleikin frá 1973, sum Hermann Jacobsen legið til rættis. H.C. Andersen skrivaði og Heri Jacobsen týddi til føroyskt. Marius Rein var tøkningur. Svenn Brimheim legði tónleikin til rættis. Betri at vera ein ónøgdur Sokrates enn ein nøgdur býttlingur Tráanin eftir njóting og tráanin at koma sær undan líðing, hvussu skipa vit lívið og samfelagið eftir hesi fortreyt. Hvørjar avleiðingar fáa tínar gerðir Jógvan D. Hansen, lærari í filosofi, sigur frá konsekvensialismu. Fíggjarmálaráðið ynskir at strika lønarhækkanina upp á smáar 600 krónur til limir í Starvsmannafelagnum, sum kemur í gildi 1. oktober í ár. Nýggjur sáttmáli varð undirskrivaður millum fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið síðst í januar í ár. Hann hevði við sær eina lønarhækkan upp á smáar 800 krónur fyri lægru lønarbólkarnar og smáar 600 krónur fyri hægru bólkarnar frá 1. oktober í fjør. Sambært sáttmálanum hækkar lønin hjá øllum lønarbólkum við 2.25 prosentum 1. oktober í ár. Tað svarar til umleið 600 krónur, men fíggjarmálaráðið ynskir, at hendan hækkanin verður strikað. Onnur fakfeløg eisini á fundi Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum, sigur, at felagið hevur hoyrt ynski frá fíggjarmálaráðnum, men at tað skal viðgerast væl og virðiliga av nevnd og ráðgevum, áðrenn nøkur niðurstøða verður gjørd. Tey fakfeløgini, hvørs sáttmálar gingu út 1. oktober í fjør, og sum enn ikki hava fingið nýggjan sáttmála, hava verið á felags fundi við fíggjarmálaráðið, og skotið hevur verið upp at hava felags samráðingar fyri hesi. Seinnapartin í gjár fekk løgreglan boð frá tveimum føroyingum um, at teir høvdu gingið seg fastar í fjøllunum. Teir ætlaðu sær á Skælingsfjall og vóru á Tranti, tá fingu brúk fyri hjálp. Fráboðanin kom klokkan 15.39 og klokkan 17.20 var vandin av og teir báðir, sum høvdu gingið seg fastar, vóru komnir upp á slætt við hjálp frá Fjallabjargarunum. Sambært løgregluni var talan um eitt megnararbeiðið hjá Fjallabjargarunum og teir báðir, sum høvdu gingið seg fastar, høvdu tað eftir umstøðunum gott. Fyrst og fremst er tað ótrúliga flott, at felagsskapurin Føroyar hevur klárað at bast hesi ógvusligu smittuni. Tí vil eg ynskja okkum øllum tillukku við úrslitinum, sum vit hava rokkið higartil, sigur løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, við útvarpið í morgun. Føroyingar kunnu smittast komandi tíðina. Alt veldst um, hvussu tað gongur við at menna eitt koppsetingarevni ella heilivág, sum kann brúkast móti koronu. Men í hesi løtu skulu vit loyva okkum at fegnast um, at Føroyar eru koronafríar. At eingin er skrásettur smittaður við korona í Føroyum merkir eisini, at tey fara at endurskoða tilgongdina at lata Føroyar upp aftur fult og heilt. Sjálvandi gevur hetta politisku skipanini møguleikar at hugsa øðrvísi og lata enn meira upp innanhýsis í Føroyum. Tað kann skunda undir onkrar tilgongdir her í landinum, sigur løgmaður. NSÍ hevur heitt á fjeppararnar um ikki at møta til dyst í dag. Felagið vil, at boðini frá myndugleikunum og Fótbóltssambandinum verða fylgd. Formaðurin í starvsnevndini í NSÍ, Dánial Hansen, fegnast um, at fótbólturin loksins byrjar aftur, men ásannar, at tað verður undarligt at spæla uttan áskoðarar. Fótbóltur uttan áskoðarar verður ikki tað sama, men vit fegnast um, at vit loksins sleppa at spæla fótbólt aftur, sigur Dánial Hansen. Fíggjarmálaráðið vil halda aftur við lønarvøkstrinum á almenna arbeiðsmarknaðinum. Tey fakfeløgini, hvørs sáttmálar gingu út 1. oktober í fjør, og sum enn ikki hava fingið nýggjan sáttmála, hava verið á felags fundi við fíggjarmálaráðið, og skotið hevur verið upp at hava felags samráðingar fyri hesi. Starvsmannafelagið, sum í januar undirskrivaði nýggjan sáttmála, er biðið um at stika part av lønarhækkingini. Tekur Starvsmannafelagið ikki lønarhækkingina 1. oktober, fer tað at gera støðuna hjá arbeiðarafelgøunum munandi verri, enn hon er í dag, sigur formaðurin í Starvsmannafelagnum, Súni Selfoss. Nýggjur sáttmáli varð undirskrivaður millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið síðst í januar í ár. Hann hevði við sær eina lønarhækkan upp á smáar 800 krónur fyri lægru lønarbólkarnar og smáar 600 krónur fyri hægru bólkarnar frá 1. oktober í fjør. Í sendingini í dag spæla vit nakrar sangir frá seinna heimsbardaga og um kríggj annars í sambandi við, at tað í hesum døgum eru liðin 75 ár síðan kríggið endaði í Evropa. Limir í lægru og hægru lønarbólkunum í Starvsmannafelagnum skuldu eftir ætlan upp í løn 1. oktober í ár, men Fíggjarmálaráðið, sum vil halda lønarvøkstrinum til almenn starvsfólk aftur, vil, at undirskrivaða avtalan verður av ongum. Spurdur ítøkiliga, um tað kann koma uppá tal, at Starvsmannafelagið fer at lata lønarhækkanina til limirnar frá sær, sigur Súni Selfoss, at tað kann hann hvørki svara ja ella nei til. Hann staðfestir tó, at Starvsmannafelagið hevur ein sáttmála og at hesin sáttmálin er galdandi fram til 1. oktober 2021. Tað viðurkennir Fíggjarmálaráðið eisini, sigur formaðurin í Starvsmannafelagnum. Talan er um eina semju, sum Róðrarsambandið og umboð fyri øll feløgini, sum møttu á fundinum, at hetta er mátin, vit kunnu gera tað uppá. Men broytast tilmælini, so laga vit okkum eftir tí, sigur Annika Dalsgarð, forkvinna í Róðrarsambandi Føroya. Gilli Rólantsson Sørensen spælir við norska felagnum Brann. Hann hevur merkt stóran áhuga frá norskum miðlum, nú Tv2.no vísir fyrstu 12 umførini í Betri deildini. Hon var av ongum, men sjálvbodni felagsskapurin, sum gevur fólki, ið eru kynsliga misnýtt, vegleiðing og hjálp, hevur nú funnið annan hátt at fáa pening til vega. Hetta fer neyvan at geva okkum eins nógv og tá fólk persónliga fara út, vænta forkvinnan og dagligi leiðarin, sum leggja aftrat, at tað hevur stóran týdning, at felagsskapurin hevur fíggjarliga orku at veita professionella terapi til teirra, ið hava tørv á henni. Hjalti Kárason Djurhuus ásannar, at HB stóð fyri tí mesta í Gundadali í dag. EB Streymur fekk tveir gyltar møguleikar tá dysturin var um at vera liðugur. Tað er Føroya besta málverja, Teiti Matras Gestssyni at takka, at vit ikki fingu javnleikin við okkum, sigur Hjalti Kárason Djurhuus. Fyrsti tilburðurin av koronasmittuni varð staðfestur í Føroyum 3. mars, síðani eru 187 føroyingar skrásettir við smittuni, men í dag er eingin smittaður ella í sóttarhaldi. Vit skapa kanska ikki nokk, men hava tamarhald á dystinum. Alt riggar væl í fyrra hálvleiki, og til komandi dyst skal alt rigga í seinna hálvleiki eisini, sigur Teitur M. Gestsson Dagsins dystur var millum føroyameistaran í KÍ og silvurvinnaran í B36. Lagnan vildi tað so, at júst hesi bæði liðini skuldu møtast í ársins fyrsta dysti. KÍ skuldi verja FM heitið og B36 svara aftur. B36 vann dystin 2 0 og hevur saman við NSÍ, ÍF og HB tryggjað sær trý stig. Hoyr hvussu tað ljóðaði í Klaksvík, tá Suni Merkisstein og Jóannes Jakobsen søgdu frá dystinum. Úrslitini í 1. umfari Nær var tað er spurnarkapping, har luttakararnir eru búsitandi á útoyggj og í útjaðaranum, og har spurt verður um mangt og hvat við árstølum sum felagsnevnara. Kappingin hesuferð er millum Óla á Geilini í Svínoy, og Jógvan Páll Poulsen á Kirkju. Tú kanst hoyra sendingina her Føroyingar eiga framhaldandi at sleppa at drepa kóp, hóast tað nú verður bannað alarum at drepa kóp, fyri at umganga at USA gevst at keypa føroyskan laks. Tað sigur Vinnunevndin hjá løgtinginum. Landsstýrismaðurin í umhvørvis og vinnumálum, Helgi Abrahamsen, hevur lagt fram eitt uppskot um at broyta alilógina. Broytingin eitur bann fyri tilætlað at avlíva havsúgdjór í sambandi við alivirksemi. Steðgar útflutningi USA hevur gjørt eina lóg, sum steðgar teimum, sum keypa fisk úr londum, har havsúgdjór verða dripin í sambandi við fiskivinnu og alivinnu. Føroyar útflyta fyri 900 milliónir krónur um árið til amerikanska marknaðin. Meginparturin er laksur. Alarar í Føroyum beina fyri kópi, sum órógvar laksin og ger seg inn á útgerðina hjá alarunum. 34 í fjør Í fjør vórðu 34 kópar dripnir. Vinnunevndin ger tó vart við, at ein lóg eigur at tryggja, at tá alingin er undantikin, eiga føroyingar at sleppa at veiða kóp. Rætturin at veiða grind og hval er longu væl lógarfestur, sigur Vinnunevndin. Politiið fekk fráboðanir frá fólki um ball í nátt, men fær einki gjørt við tað uttan at tosa við fólk. Fólk ballast við hús, tí skeinkingarstøðini í Havn lótu aftur klokkan eitt til hálvgum tvey í nátt, hóast tey, sambært lógini, hava loyvi til at hava opið til klokkan fýra. Kalt var úti, so fólk fóru til hús at ballast. Koronutilmæli Tað dámar ikki øllum í hesum koronutíðum við tilmælum um frástøðu og øðrum, so tey ringdu til politiið. Men politiið fær einki gjørt við tað, annað enn at tosa við tey, sum ballast. Ein bilførari fekk klipp í koyrikortið í gjár, tí hann koydi 75 kilometrar t um tíman í bygdum øki. Tað var í Søldarfirði. Maðurin er dømdur fyri at hótta tveir landsmenn eftir lívinum og fyri hóttanir móti einum politisti. Hann er eisini dømdur fyri at royna at fremja harðskap móti tveimum politistum. Maðurin, sum ikki var edrúur, varð eisini ákærdur fyri at hava hótt ein mann afturat, men hesa ákæruna tók ákæruvaldið aftur, tí ikki bar til at fáa váttað i rættinum, at maðurin varð hóttur, Vælferðarlógin, ella lógin um almannatrygd og tænastur, sum hon eitur, er komin aftur úr Trivnaðarnevndini. Nevndin hevur nøkur broytingaruppskot, bæði ein samd nevnd, og andstøðufólkini í nevndini hava eisini nøkur uppskot um broytingar. Tey fýra lógaruppskotini, sum hava tilknýti til høvuðslógina, sum er lógin um almannatrygd og tænastur, eru eisini komin úr Trivnaðarnevndini. Millum annað er eitt teirra um kærunevnd í almannamálum, familjumálum og í heilsumálum, og eitt annað er um markamót og ábyrgdarbýti millum land og kommunur. Gjørdi skjótt av Trivnaðarnevndin gjørdi skjótt av, tí fyrsta viðgerð var 21.apríl. Trivnaðarnevndin er samd um at fremja nakrar batar í lógini, sum hon sigur. Hon mælir til at broyta fýra greinar í lógaruppskotinum. Tann eina broytingin er eftir áheitan úr Almannamálaráðnum, sum eigur lógaruppskotið. Harafturat hevur minnilutin í nevndini, umboðini hjá Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum, uppskot um tríggjar broytingar. Lógin um almannatrygd og tænastur kemur í staðin fyri forsorgarlógina, sum upprunaliga er donsk lóg frá 1960unum. Starvsmannafelagið hevur ein sáttmála við fíggjarmálaráðið, sum er galdandi til 1. oktober næsta ár, og tann sáttmálan heldur Starvsmannafelagið seg til. Tað staðfestir Súni Selfoss, formaður, í einum tíðindaskrivi. Seinastu dagarnar eru komið fram, at Fíggjarmálaráðið ynskir at ógilda sáttmálan við Starvsmannafelagið, sum partarnir undirskrivaðu fyrr í ár. Men formaðurin í Starvsmannafelagnum afturvísir, at nøkur avgerð er tikin í málinum, tí nevndin í felagnum hevur ikki viðgjørt ynskið frá Fíggjarmálaráðnum. Súni Selfoss vil heldur ikki hava sitandi á sær, at hann skal hava róð framundir, at hann ikki avvísir at ganga ynskinum frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum á møti og ógilda sáttmálan. Býráðið í Eysturkommunu tekur undir við ætlanini um at byggja tíggju vinnubygningar á Kráartanga. Ein fyritøka hevur søkt um loyvi at langtíðarleiga vinnuøkið á Kráartanga í Leirvík. Ætlanin er at byggja tvær lonir við fimm bygningum í hvørjari. 144 fermetrar Hvør bygningur verður 12 ferðir 12 metrar, so hvør lonin verður 700 fermetrar. Ætlanin er at selja bygningarnar, áðrenn teir verða bygdir. Tí verður ein lon bygd fyrst, og so sæst um tørvur er fyri eini lon aftrat. Ætlanin er, at bygningarnir verða hitaðir við grønari orku, antin jarðhita ella sjóhita. Tað er komið illa við hjá nógvum íslendingum, at stór og rík virki hava brúkt pengar úr ríkiskassanum til at gjalda fólki sínum løn, samstundis sum tær geva partaeigarunum vinningsbýti og keypa egin partabrøv. Ísland hevur eins og vit eina lønarískoytisskipan, men har fara pengarnir tó úr ríkiskassanum. Endamálið er tað sama sum her, at hjálpa fyritøkum fíggjarliga í hesum koronutíðum. Men tað er komið fram í Íslandi, at stórar og fíggjarliga sterkar fyritøkur hava brúkt lønarískoytisskipanina. Gjalda aftur ella gevast Tvær teirra, millum annað oljufelagið Skeljungur, sum eigur Magn í Føroyum, ætlar nú at gjalda pengarnar aftur, skrivar RÚV í heimasíðuni. Tríggjar aðrar fyritøkur siga, at tær gevast við at brúka lønarískoytisskipanina. Loyniligt Heldur ikki í Íslandi fæst innlit í skipanina, so fólk veit, hvørjar fyritøkur hava søkt um almennar pengar til lønarískoyti, hóast ríkisstjórnin hevur biðið um, at nøvnini verða almannakunngjørd. Tey, sum umsita skipanina, siga, at stundir hava ikki verið til at hava eftirlit við, hvør brúkar skipanina ella misbrúkar hana. Í Føroyum vil Als ikki siga, hvørjar fyritøkurnar eru, sum søkja um pengar úr lønarískoytisskipanina. Tí ber ikki til siga, um fyritøkur her brúka skipanina, hóast tey ikki hava brúk fyri henni. Higway Star, Lazy, og Space Truckin eru onnur sera kend løg frá Machine Head. Eisini verður eitt av vrakaðu albumløgunum spælt, ið einans varð nýtt sum b síða á singleplátu, men sum í eftirtíðini hevur ment seg til ein Purple klassikara av teimum stóru. Í táttinum verður partur av Deep Purple søguni sagdur, eisini hoyra vit um serliga hending í samband við upptøkuna í Montreaux í Sveis. Soleiðis er søgan hjá norðmonnum í tíggjutúsundatali, hvørs mobil upplýsingar ein bretsk fyritøka hevur savnað saman og selt víðari til norska kringvarpið NRK. NRK hevur sporað seg fram til, at 30 ára gamli Karl Bjarne Bernhardsen eigur nakrar av upplýsingunum. Tað er eydnast NRK at finna eitt týðiligt mynstur yvir, hvussu og hvar Karl Bjarne hevur ferðast í fjør. Oftast stendur har, at tær einans nýta upplýsingarnir til innanhýsis marknaðarviðurskifti men tað hendir meira enn so, at orðingarnar eru so leysar, at tær kunnu tolkast sum, at tað er lógligt at geva upplýsingarnar víðari. Fyri tveimum mánaðum síðani vórðu almennu koronatiltøkini sett í verk í Føroyum, og dagstovnarnir í landinum vórðu mest sum stongdir fyri øllum børnum. Seinastu tvær vikurnar hevur verið neyðugt hjá foreldrum at skriva børnini upp til barnaansing, eftir at dagstovnarnir so smátt lótu uppaftur. Kommunufelagið hevur onga dagførda vegleiðing fingið frá Coronuráðgevingini enn, men vegleiðingin til skúlarnar er komin, segði formaðurin í felagnum við útvarpið fríggjadagin. Eyðun Christiansen væntar, at leisturin verður tann sami á dagstovnum, at stovurnar skulu halda seg fyri seg sjálvar, og ikki flyta børn og vaksin millum stovurnar. Almennu tilmælini um reinføri og frástøðu halda fram, men í fyrru vegleiðingini til dagstovnar frá Coronuráðgevingini stendur, at tað ber ikki til at sleppa undan kropsligum sambandi við børnini, og tað er heldur ikki neyðugt. Í dag eru tilsamans 429 fólk í Føroyum skrásett sum fulltíðararbeiðsleys í Arbeiðsloysisskipanini. Sostatt eru tað 53 prosent fleiri fulltíðararbeiðsleys í Føroyum nú enn fyrst í mars, tá fyrsti korona tilburðurin í Føroyum varð skrásettur. Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, segði í røðu til bretska fólkið í gjárkvøldið, at landið fer nú at lata varisliga uppaftur. Eisini mælir bretski forsætisráðharrin fólki, ið ikki kunnu arbeiða heima, eitt nú timburmonnum, til at fara til arbeiðis aftur, men ikki brúka almenna flutningskervið. Eftir ætlan fara fyrstu næmingarnir í skúla aftir 1. juni, handlar kunnu lata uppaftur í fyrsta lagi í juni, og gisingarhús, skeinkistøð og matstovur lata uppaftur í fyrsta lagi í juli, um so er, at tølini fyri koronusmittuna ganga rætta vegin. Keir Starmer, formaður í Labour, sigur, at Johnson biður fleiri milliónir fólk fara til arbeiðis aftur, uttan at geva teimum rætta vegleiðing. Vit hava ikki leiðreglurnar, og vit vita ikki, hvussu tað fer at rigga við almenna flutningskervinum, so tað eru nógvir spurningar, sum koma eftir hetta, sigur Starmer, sambært The Guardian. Hóast Johnson legði dent á, at hann mælti arbeiðarunum frá at brúka almenna flutningskervið, so er tað trupult hjá nógvum ikki at gera tað. Higartil hava tey fýra londini havt somu tilmæli, men leiðararnir í Skotlandi, Wales og Norðurirlandi vilja ikki fara somu leið sum Johnson, og broyta herrópið Ver heima til Ver á varðhaldi . Skotski forsætisráðharrin, Nicola Sturgeon, segði eftir røðuna hjá Johnson í gjárkvøldið, at tað kann fáa álvarsligar avleiðingar at sleppa slagorðinum Ver heima . Hon heitti á skotar um ikki at fylgja nýggju tilráðingini um at venja uttandura. Eisini forsætisráðharrin í Wales, Mark Drakeford, leggur dent á, at landið hevur ikki broytt boðini um, at fólk skulu vera við hús. Hann segði eisini, at Wales fer at lata skúlar uppaftur 1. juni, soleiðis sum Boris Johnson ætlar. Bretski forsætisráðharrin fer at leggja ætlanina um at lata samfelagið uppaftur fyri parlamentið í dag. Bretlandi stongdi meginpartin av samfelagnum 23. mars. Í síðstu viku skrivaði Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík, undir avtalu við bøndurnar Andreas Dia Hammer og Maluna Jógvansdóttir Thomsen um at vetrarfriða bygdina. Smittutalið í Týsklandi er nú oman fyri tað punktið, sum merkir, at ein sjúklingur við koronuvirusinum í miðal smittar meiri enn ein persón. Við øðrum orðum, so merkir tað, at smittan aftur breiðir seg í Týslandi. Stovnurin Robert Koch, sum er stovnurin í Týsklandi, ið hevur eftirlit við infektiónssjúkum, setti í gjár smittutalið til 1,10. Mikudagin var smittutalið 0,65. Sostatt eru nú 3.824 metrar av teimum tilsamans 10.785 metrunum í tunlinum boraðir. Tað eru gott og væl 36 prosent av samlaðu longdini. Kostnaðurin fyri Sandoyartunnilin er mettur til umleið 1,3 milliardir krónur, og tunnilin verður eftir ætlan liðugur í desember 2023. Tórshavnar kommuna vil helst, at alt økið verður leigað út í einum leigumáli, men ber tað ikki til, verður tað leigað út í fleiri leigumálum. Økið verður leigað út við somu treytum, sum onnur líknandi leigumál hjá Tórshavnar havn. Leigan er ásett til 42 krónur fyri fermeturin umframt meirvirðisgjald. Áhugafelagið Kaldbak handaði Sirið Stenberg, táverandi landsstýriskvinnu í innlendismálum, undirskriftir við kravi um, at Innlendismálaráðið ógildaði avgerðina hjá Tórshavnar kommunu um at fylla grót upp eystan fyri bryggjuna á Sundi. Benjamin hevur verið í Nashville og arbeitt saman við eitt nú Grammy virðislønta Vance Powell, sum áður hevur framleitt tónleik hjá eitt nú Jack White og Arctic Monkeys. Úrslitið er ein pláta við tilsamans sjey løgum. Eitt av hesum løgum, Spiritual Illiterate, sum Benjamin skrivaði saman við Dánjali á Neystabø fyri nøkrum árum síðani, hevur víst seg at vera næstan profetiskt. Ein regla í sanginum er An airborn disease can erase your entire kin. But the big wheel keeps on spinning . Farmaferjan fer í fyrstu atløgu at sigla fýra dagar um vikuna, týsdag til fríggjadag, sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni. Hasfjord kann sum er ikki sigla meira enn fýra dagar um vikuna, tí farmaferjan hevur bara ta einu manningina, sigur Hilmar Eliasen. Strandferðslan hevur um vikuskiftið siglt nakrar royndartúrar við tungum farmi um Skopunarfjørð, og skipið er nú klárt at seta í sigling. Útvarpið hevur tosað við fleiri fakfeløg seinnapartin, men eingin støða er tikin til útspælið frá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni. Hann váttar, at lønarútspælið frá Fíggjarmálaráðnum svarar als ikki til tað, sum feløgini, ið longu hava gjørt lønarsáttmála, hava fingið. Meira vil hann ikki siga í løtuni. Starvsmannafelagið, sum hevur gjørt tvey ára sáttmála, hevur fingið áheitan frá Jørgeni Niclasen um at strika lønarhækkingina, sum skal rindast 1. oktober. Samráðingarnar millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið um nýggjan sáttmála, ið skuldu byrja seinnapartin í dag, eru útsettar. Ætlanin var at fara undir á samráðingarnar í dag, men tær eru útsettar, til Starvsmannalfelagið hevur svarað fyrispurninginum hjá Fíggjarmálaráðnum, um felagið er sinnað at strika lønarhækkingina, sum kemur í gildi 1. oktober. Anita Fuglø, leiðari í Kommunala arbeiðsgevarafelagnum, sigur við Kringvarpið, at tað gevur ikki meining at samráðast um ein nýggjan sáttmála við Starvsmannafelagið, nú tað er óvist, um sáttmálin við Lønardeildina verður broyttur. Tí verða ongar samráðingar við Starvsmannafelagið, fyrr enn felagið hevur svarað fyrispurninginum frá Fíggjarmálaráðnum. Tað var Dýra biðidag, at tíðindini bórust, at Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur spurt Starvsmannafelagið, um felagið er sinnað at strika lønarhækkingina, eftir at búskaparstøðan er versnað í sambandi við korona. Landsstýrismaðurin hevur eisini heitt á hini 15 fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum, ið skulu samráðast um nýggjan sáttmála, um at vísa hógv í sínum krøvum, nú búskaparligu metingarnar eru versnaðar. Tórsgøta Live. Leygarkvøldið 9. mai verður endabresturin av Tórsgøta Live. Og hvør setur eitt betri punktum enn livandi legendan Robert McBirnie Umframt at vera framúr sangari og tónleikari, er Robert eminentur at siga frá og undirhalda. Og leygarkvøldið fer hann bæði at syngja og siga frá. Robert fer at syngja alt tað góða og gamla, vit kenna, og eisini tekur hann okkum við á eina ferð. Tí Robert fer at siga okkum søgurnar um sangirnar, hann syngur fyri okkum. Vit fara við suður til Vágs, har Robert sum heilt ungur spælir í The Silly Boys. Og so til Havnar, har hann við The Faroe Boys spælir fyri ungdómi í Tórshøll og í Sjónleikarhúsinum fleiri kvøld um vikuna. Ein kongur krevur eitt kongalið, og við sær hetta kvøldið hevur Robert fingið Jón McBirnie, Kim Hansen, James Olsen og Ólav Øster. Gleðið tykkum til eitt hugnaligt og nostalgiskt kvøld. Njótið søgurnar, skrúvið for frá og takið ein sving om á stovugólvinum. Leygarkvøldið klokkan 21 á torsgota.fo stroyming og á KVF 91 ára gamli miðvingurin Leivur Nattestad arbeiddi hjá bretum í Vatnsoyrum og greiðir frá virkseminum har. Í sendingini sigur hann eisini frá syrgiligu vanlukkuni, tá trolarin Nýggjaberg ikki kom aftur. Pápi hansara og aðrir skyldmenn vóru við. Tilsamans vóru 16 mans úr Miðvági við Nýggjabergi. Helst vóru millum 6.000 og 7.000 bretskir hermenn í Vágum undir seinna veraldarbardaga, sigur Jon S. Hansen, søgufrøðingur. Endamálið var at gera flogvøllin og í tí sambandi varð nógv annað arbeiði gjørt, millum annað vegir. 92 ára gamli Osmund Joensen í Sandavági minnist ógviliga væl tíðina tá bretarnir vóru í Sandavági. Har var sjúkrahús í gomlu Losjuni og í bygdini búleikaðust eisini nógvir hermenn, sum arbeiddu í sambandi við flogvøllin. Osmund sigur, at tað regnaði serliga illa øll krígsárini. Maria Jacobsen á Glyvrum var smágenta tá kríggið var liðugt fyri 75 árum síðani. Tó minnist hon ymist og hon greiðir frá nógva virkseminum í heimbygdini Søldarfirði, sum var oljuhavn hjá bretska herinum. Petur Jacob Sigvardsen var sjey ára gamal tá seinna heimskríggj brast á og hann sigur millum annað frá einari serligari nátt við Gjógv. Fólk fingu ikki svøvn í eyguni, tí alla náttina vóru hvøllar skotríðir at hoyra av Norðhavinum. Gjáarfólk vóru ikki í iva um at talan mátti vera um ein ógvisligan sjóbardaga. 90 ára gamla Solveig Steinhólm á Toftum var ofta við telefonboðum undir krígnum, tí bóndahúsið inni á Regni hevði telefonstøðina. Solveig minnist eisini at sangkórini hjá Hans Jacob Højgaard á Toftum sungu fyri bretunum í bygdini og vóru eisini á konsertferð í Havn, har tey sungu í Sjónleikarhúsinum. 95 ára gamli Jákup Mikael Mikkelsen á Toftum var til skips, tá kríggið tók seg upp í Evropa í 1939. Hann minnist eisini væl tá bretarnir komu í heimbygdina. Undir krígnum arbeiddi Jákup Mikael uppá flogvøllin í Reykjavík saman við 250 øðrum føroyingum. Rakur fiskur, eisini nevndur slánur, er vorðin ein stórur trupulleiki í føroysku fiskivinnuni. Fiskurin kann at kalla ikki brúkast, og endar í stóran mun á Høvdavirkinum í Leirvík. Rakur fiskur, eisini nevndur slánur, er ein stórur trupulleiki í føroysku fiskivinnuni. Lítið av Nebbasild og Hvítingsbróðri ger, at toskurin ikki fær feitu føðina, sigur Petur Steingrund, fiskifrøðingur. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjármálum, hevur verið á fundi við fakfeløgini, har hann hevur heitt á tey, um at vísa hógv, nú landið hevur verið rakt av korona og ein búskaparkreppa kann vera í eygsjón. Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar er eitt av teimum 13 fakfeløgnum á almenna arbeiðsmarknaðinum, sum hevur bíðað eftir nýggjum sáttmála síðani oktober í fjør. Óluva í Gong, forkvinna í felagnum, heldur, at limirnir sannilliga hava víst samfelagssinni undir koronakreppuni. Hon undrast tí á boðini úr Fíggjarmálaráðnum. Í tveir mánaðir hava vit hildið frástøðu og spritta hendurnar. Men føroyingar hugsa minni um at halda tilmælini, nú eingin koronasmitta er í landinum. Nú størri virksemi er uttandura, mælir bretska stjórin fólki til at nýta munnbind, heimagjørt munnbind, har nógv fólk kemur saman. Boris Johnson mælir fólki til at nýta t shirt ella onnur klæði sum masku. Á heimasíðuni hjá bretsku stjórnini er vegleiðing um, hvussu tú gert masku úr eini tshirt. Sambært ætlanini hjá bretsku stjórnini fara fyrstu næmingarnir í skúla aftir 1. juni, handlar kunnu lata uppaftur í fyrsta lagi í juni, og gisingarhús, barrir og matstovur lata uppaftur í fyrsta lagi í juli, um so er, at tølini fyri koronusmittuna ganga rætta vegin. Higartil eru goldnar 461.897 krónur í stuðli til fastar útreiðslur hjá vinnufyritøkum. Minsti stuðulin higartil er 4.421 krónur og tann størsti 77.890 krónur Ikki fæst at vita, hvør fær pengar úr landskassanum og, hvussu nógv, hvør fyritøka fær. Útvarpið hevur biðið um innlit, men TAKS hevur tagnarskyldu, er svarið haðani. Í fjør vóru 289 vígslur í Føroyum, og vit skulu heilt aftur til 2006 fyri at finna eitt tal, sum er størri enn tað í fjør. Í 2006 vóru 292 vígslur í Føroyum. Av teimum 289 vígslunum, sum vóru í Føroyum í fjør, vóru 195 kirkjuligar vígslur og 94 av teimum vóru borgarligar, vísa tøl hjá Hagstovuni. Hinvegin vóru 75 hjúnaskilnaðir í Føroyum í fjør. Tað talið hevur ligið millum 52 og 92 hetta sama tíðarskeiðið aftur til 2006, sambært tølunum. Hóast til ber at kanna 600 fólk um dagin í Føroyum fyri koronu og verri enn so nógv verða kannað, fara Føroyar ikki at kanna royndir úr øðrum londum her í Føroyum. Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, sum hevur svarað spurningum frá Kristinu Háfoss, løgtingskvinnu, um COVID 19. Kristina Háfoss spurdi millum annað, um landsstýrismaðurin ætlar at bjóða grannatjóðum at senda koronukanningar til Føroya at verða greinaðar. Tað gongur ov long tíð, til úrslitið er klárt. Men í staðin kunnu føroyingar hjálpa teimum í Hebridunum við at seta upp ein kanningarhátt. Við aðru viðgerð samtykti løgtingið eitt broytingaruppskot frá fíggjarnevndini, um at játtanin í verklagslógini verður 799,5 milliónir, og ikki 805,3 milliónir, sum landsstýrið bað um. Fráboðanin kemur í kjalarvørrinum av, at Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur heitt á fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum, um at vísa hógv nú búskaparligu útlitini eru versnað av Koronakreppuni. Men sáttmálin sum Heilsuhjálparfelagið undirskrivaði við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið 1. oktober 2019 verður ikki broyttur, staðfestur Annika Olsen. Men Kommunala Arbeiðsgevarafelagið vil ikki samráðast um nýggjan sáttmála, so leingi óvissa er um nýggja sáttmálan við F ggjarmálaráðið. Nú eru fýra koyggjur komnar upp. Ein er til tvey fólk at liggja í, og hinar eru einkultar. Øll eru vælkomin at brúka hetta, leggur hann dent á. Terningar við myndum, ið vísa staðarnøvn á leiðini, eru settir upp, og nakað norðanfyri róðrarneystið er ein sonevnd krabbabreyt fest. Frálæruskipanin í føroyskum fyri útlendingar byggir á altjóða viðurkenda CEFR skipanina, sum er ein felags evropisk skipan fyri tey, sum vilja læra nýtt mál sum annaðmál. Christian F. Andreasen, Erhard Joensen, Frimodt Rasmussen og Steffan Klein Poulsen siga, at brúk er fyri dagførdari lóg, sum skal verja náttúruna. Og tað hevur skund at fáa eina tílíka lóg, siga teir. Men teir halda eisini, at landsstýrið skal hava frið til at orða sítt egna uppskot, sum teir hava fingið at fingið at vita kemur í løgtingið í næstu tingsetu. Minnilutin í Rættarnevndini, Ingilín D. Strøm, Hervør Pálsdóttir og Sirið Stenberg, siga, at nú er bíðað nóg leingi og mælir til at samtykkja uppskotið um margfeldi í náttúruni. Og tær hava fingið at vita, siga tær, at bulurin í uppskotinum, sum landsstýrið arbeiðir við, er uppskotið hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi um margfeldi. Hetta er fyrstu ferð, at Símun Gullaksen hevur verið úti fyri, at fuglur hevur lagt á seyð. Hann legði mynd av lombunum á bólkin Seyðaáhuga á Facebook og tað vísti seg, at tað kemur javnan fyri, at bøndur missa lomb av rovfugli. Sæmbært heimasíðuni hjá Fiskimálaráðnum, so er lov at skjóta eitt nú ravn, kráku og skúgv alt árið. Símun Gullaksen heldur, at tað er í lagið at tynna um stovnin, men ásannar, at tað er trupult at skjóta rovfugl, tí fleiri teirra eru so styggir. Jón Aldará, lívfrøðingur sigur, at rovfuglar eru í stóran mun opportunistar, ið skaffa sær føði á fjølbroyttan hátt. At teir leggja á lomb kemur tí sjáldan fyri. Av og á sær onkur sær møguleika at leggja á eitt veikt lamb. Tað krevur tó nógva orku av fugli bæði at berjast við æðrina og taka lívið av lambinum, og aftaná er eisini góður møguleiki fyri, at ein annar fuglur kemur og tekur rovið. Vansin er høgur, so hetta er tí ikki nakað, sum fuglar gera oftani, sigur Jón Aldará, lívfrøðingur. Elin vitar, hvussu átøk virka. Hvussu statir royna at ávirka onnur lond og politiska val teirra. Hvat sigur søgan og hvussu hevur verið í Evropa seinastu árini Er nøkur grund hjá svium at stúra fyri manipulatión í heimlandinum David og Line fara siglitúr og koma eftir, at tey stuttleika sær væl saman. Tobias og Linea hava funnið sína sjargon, og ikki er heilt frítt at tey fjeppast. Hjá Evu og Benjamin eru ymiskleikarnir týðiligari og týðiligari, og Benjamin er farin at stúra fyri, at Eva er ov klók til hann. Endamálið við kanningini er at vita, um fólk eta øðrvísi nú og, um tey til dømis hava verið sjúk síðani 16.mars. Tá er talan um aðrar sjúkur enn korona. 8.554 fólk eru kannað fyri korona, men eingin er smittaður, heldur ikki seinasta samdøgrið. Tað upplýsir Landslæknin, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk. Malan Johansen, landsbankastjóri, sigur, at støðan er broytt, men hon er ikki so svartskygd. Samrøða verður við landsbankastjóran í Breddanum. Lønargjaldingarnar og skattainntøkurnar vaksa enn, men í havsbrúnni hómast eitt arbeiðsloysi, sum serliga fer at raka umleið 1400 fólk, sigur ferðavinnufelagið. Í Breddanum í dag seta vit sjóneykuna á partar av føroyska búskapinum, og kjakast verður, um hetta er rætta løtan at hækka lønirnar. Í kjakinum verða Beinta Løwe, løgtingskvinna í Tjóðveldi, Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, Magnus Rasmussen, formaður í fíggjarnevndini, og Christian Andreasen, formaður í Fólkaflokkinum á tingi Tá Anne Marie varð við barn fyrstu ferð, fór hon úr Fólkatinginum. Nú, sjey ár og tvær føðingar seinni, er hon aftur í politikki, og gerandisdagurin er rokutur, maðurin starvast sum narkosulækni. Donsk dokumentarrøð, sum fylgir við, hvussu lívið lagar seg hjá hesum familjunum, sum fingu barn fyri sjey árum síðan í røðini Hjælp, vi skal føde. Strandfaraskip landsins siga, at bíleggjast skal um pláss fyri akfør, sum eru yvir fimm metrar, úr Skopun við Hasfjord og ikki við Teistanum. Hjá Maritu í Ørsta veksur grønmetið óføra væl, hvør er uppskriftin Marita fær aldri nóg mikið av klivløgum, og tí hjálpir hjúnafelagin K re við. Steinar gartnari hevur eisini skeið í taðing við í sendingini. Norsk urtagarðsrøð. Hava aliens vitjað okkum fyrr Hava forntíðarmenniskju fingið hjálp til at byggja pyramidurnar og onnur stór bygningverk Í hesum parti av UFO Kjallaranum fara vit at tosa um teoriini viðvíkjandi Ancient Astronauts. Ancient Astronauts er ein øgiliga umfatandi teori, og tað fer at taka okkum fleiri sendingar at lýsa ymsu økini. Í hesum parti fara vit at savna okkum um Erich von D niken og tankan um, at aliens hava hjálpt menniskjum at byggja stórt sum til dømis pyramidurnar. Christian er mitt í lívsins størstu ferð bæði kropsliga og sinnisliga. Hann byrjaði sum ein einsamallur, arbeiðsleysur, 180 kilo tungur junkie. Hóast hann í dag vigar 105 kilo og er beru vøddar hevur sjálvsálitið tað ikki gott, tí hann gongur runt í einum stórum flákrandi húðarsekki. Nú fer hann undir skurð at fáa húðina burtur, men tann stóri spurningurin er, um hann verður tann maðurin, hann droymir um at vera Systir Bjarka býður sær eisini til at vera klekingarmamma, og báðir menn kunnu verða pápar. Men tá Danielle verður skannað, hendir nakað óvæntað. Ninna er klekingarmamma fyri systkinabarnið og makan Mikkel. Fyri at tað kann gerast lógliga, inseminerar Ninna seg við sáði frá Mikkel. Í dag er Hólmgongan í Hillerød, og tað eru Bettina Pedersen og Thor Frederiksen, sum fara at brúka 10.000 krónur í fimm tímar í økinum. Thor fekk Bettinu aftur í gjár, so nú er hann bara aftanfyri við 200 krónur. Um tað fer at eydnast honum at yvirhála Bettinu, er til Martin Birger Nielsen frá Svendborg Auktionerne at meta um. Javnaðarflokkurin hevur eitt broytingaruppskot.Tjóðveldi og Framsókn hava hvørt sítt uppskot til samtyktar. Uppskotini hava øll aðru viðgerð í tinginum 20.mai. Minnilutin í Vinnunevndini, Johan Dahl, Jákup Mikkelsen og Beinir Johannesen, sigur, at pensjónsfeløgini arbeiða við broytingum, sum skulu tryggja, at munur ikki verður gjørdur á kvinnum og monnum. Landsstýrismaðurin í umhvørvis og vinnumálum hevur sett í gildi kunngerð um at víkja frá skyldum hjá fyritøkum á økinum hjá Tryggingareftirlitinum, í sambandi við COVID 19. Nýggja kunngerðin loyvir tryggingarfeløgum, tvørgangandi eftirlønargrunnum og P F LÍV, lívs og pensiónstryggingarfelag, at lata inn ársfrásøgn fyri 2019 í seinasta lagi 31. juli í ár. Sambært lógini skal ársfrásøgnin annars latast inn í seinasta lagi fýra mánaðir eftir, at roknskaparárið er endað. Men í nýggju kunngerðini verður eisini staðfest, at fyritøkur skulu senda Tryggingareftirlitinum ársfrásøgnina uttan ógrundaðan steðg eftir góðkenning á aðalfundinum. Síðan koronasmittan av álvara fór at ganga í Evropa í mars, hevur Ryanair bara flogið 30 rutur dagin millum Írland, Bretland og Evropa. Eftir at vit fingu nógvar afturmeldingar, ynskir og hugskot, hava vit valt at hendan sendingin skal vera ein eyka Johnny Cash sending, beinleiðis úr studio 5. Heldur ikki seinasta samdøgrið er nakar smittaður av korona, og spurningurin er nú, um koronasmittan er niðurbard í Føroyum, ella vit skulu vænta, at hon kemur aftur Bjarni á Steig heldur, at so leingi einki koppingarevni er funnið móti korona, eiga vit at vera ansin og hava greiða strategi. Og tað kann vera, at alt hetta árið gongur, sigur hann. Pørini skulu nú seta orð á kenslurnar fyri hvørjum øðrum. Mads tekur sær um reiggj og fær endiliga spurt Annu, hvørjar kenslur hon hevur fyri honum. Tobias og Linea royna at tosa um tað, men enda í staðin við at tosa um sex. Vit høvdu sjálvandi vónað, at krepputiltøkini vóru nóg mikið, tá vit í mars sendu 180 starvsfólk í serskipanina hjá ALS, men so var ikki. Vit noyðast tískil at taka næsta stigið, sum tíverri verður at geva fleiri av okkara góðu og dugnaligu starvsfólkum uppsagnarskriv, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, í tíðindaskrivi. Umleið 90 fólk verða søgd úr starvi í næstum. Uppsagnirnar verða galdandi frá 31. mai 2020. Nevnd og stjórn fara eisini at endurskoða lønar og setanarviðurskifti hjá teimum starvsfólkum, sum halda fram í flogfelagnum. Hetta er ein liður í at tryggja kappingarførið frameftir, og ein slík endurskoðan verður sjálvandi gjørd saman við øllum viðkomandi pørtum, staðfestir Jóhanna á Bergi. Uppsagnirnar eru ein beinleiðis avleiðing av koronakreppuni, sum hevur elvt til, at flúgvingin hjá Atlantic Airways eftir fáum døgum minkaði niður í lítið og einki, tá almennu koronatiltøkini vóru sett í verk bæði í Føroyum og uttanlands fyri tveimum mánaðum síðani. Støðan er harmilig, men vit trúgva upp á framtíðina, sum vónandi hevur økt virksemi við sær, so at vit líðandi kunnu byggja starvsfólkahópin uppaftur næstu árini. Beint nú noyðast vit at tátta meira í fyri at tryggja búskaparliga grundarlagið frameftir, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways. Hoyr samrøðuna við Jóhonnu á Bergi her. Starvsmannafelagið fer undir ongum umstøðum at eftirlíka áheitanini frá landsstýrinum um at ógilda galdandi sáttmála, og harvið at fara niður í løn. Men samstundis hevur búskaparfrøðin greitt víst á, at føroyski búskapurin er væl fyri, tí fólkið í Føroyum hevur bjálvað búskapin til verri tíðir. Tað eigur fólkið at kenna fløvan av nú, sigur felagið. Tann 10. mai 1995 vórðu fyrstu spírarnir til internetið hátíðarliga lýstir á einum kunningarfundi á Debesartrøð, har 100 fólk møttu. Í dag nema vit við ein part av søguni um hetta meira og meira alfevnandi net, eins og vit royna at hyggja eitt sindur fram. Vit tosa við Petur Zachariassen, Ólav Ellefsen, Rúnar Reistrup og David Arge Klevang Petersen, sum á hvør sín hátt meta um hvar vit hava verið, hvar vit eru, og hvar vit fara, tá tosað verður um netið. Fakfeløgini skulu vísa hógv í lønarsamráðingunum, segði landstýrismaðurin í fíggjarmálum í gjár, og sendi ein skelk gjøgnum samfelagið, við at siga at vit eru í einari djúpari kreppu. Stjórin í landsbankanum er tó ikki heilt so svartskygd, men nýggjastu tølini vísa, at nú eru 14 av størvunum í tænastuvinnuni horvin. Aftrat tí væntar forkvinnan í ferðavinnufelagnum, at umleið 1400 størv innan ferða og tænastuvinnu hvørva í summar. Hetta fer serliga at raka ung fólk. Í kjakinum verða Beinta Løwe, løgtingskvinna í Tjóðveldi, Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, Magnus Rasmussen, formaður í fíggjarnevndini, og Christian Andreasen, formaður í Fólkaflokkinum á ting 30. mars vórðu 180 starvsfólk send í serskipanina hjá ALS. Nú eru 90 teirra uppsøgd, og uppsøgnirnar raka allar starvsbólkar í almenna flogfelagnum. Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflog, staðfestir, at flúgvingin verður munandi skerd í rúma tíð frameftir, og tí gevur ikki meining at hava starvsfólkini verandi í serskipanini hjá ALS. Áðrenn korona kreppuna hevði Atlantsflog stórar ætlanir fyri framtíðina. Í summar skal felagið taka ímóti fjórða Airbus flogfarinum, sum er langtíðarleigað. Og harumframt hevur Atlantsflog keypt tvey spildurnýggj og framkomin Airbus A320 neo flogfør, sum vera latin felagnum í 2023 og 2024. Ein ætlan hjá SEV, um at seta seks tær størstu vindmyllurar í landinum upp nærhendis gomlu loranstøðini á Eiði, skapar órógv millum fólk í bygdini. Bæði SEV og kommunan lova borgarafund, áðrenn farið verður víðari við ætlanini. Hasfjord, sum siglur um Skopunarfjørð, ger fimm túrar um dagin týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag. Talan er um royndarsigling fyrstu tríggjar mánaðirnar, og skipið er fyrst og fremst ætlað tungari ferðslu Hasfjord brúkar hálvan tíma at sigla um Skopunarfjørð og vit vóru við ein túr ídag. Vit hava fylt lívi hansara og hava hoyrt hansara tónleik. Johnny Cash og konan andaðust í 2003 og eftir liggur ein arvur, sum allur heimurin í dag kann njóta. Eftir at vit fingu nógvar afturmeldingar, ynskir og hugskot, hava vit valt at hendan sendingin skal vera ein eyka Johnny Cash sending, beinleiðis úr studio 5. Tummas Justinussen vitjar útvarpsstovuna. Tosað verður eisini við John Carter Cash, son Johnny Cash. Lógin um heimatænastu og eldrarøkt verður endurskoðað saman við Kommunufelagnum og øðrum avvarðandi myndugleikum, hevur samgongan sett sær fyri. Ætlanin við endurskoðanini er at vita, um lógin virkar soleiðis, sum ætlanin var, tá hon bleiv samtykt í 2014. Tá eftirmetingin er gjørd, skal hon hava politiska viðgerð. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur segði, at umframt myndugleikarnar skulu tey, sum arbeiða í heimatænastuni og í eldrarøktini, vera við í endurskoðanini. Landsstýrismaðurin í umhvørvis og vinnumálum hevur sett í gildi eina kunngerð, ið gevur fyritøkum á økinum hjá Tryggingareftirlitinum betri stundir at lata ársfrágreiðingina inn. Nýggja kunngerðin loyvir tryggingarfeløgum, tvørgangandi eftirlønargrunnum og P F Lív, lívs og pensjónstryggingarfelag, at lata inn ársfrásøgn fyri 2019 í seinasta lagi 31. juli 2020. Í kunngerðini verður kortini álagt fyritøkunum at senda Tryggingareftirlitinum ársfrásøgnina uttan ógrundaðan steðg eftir góðkenning á aðalfundinum. Tað sigur Malan Johansen, stjóri í Landsbanka Føroya, tá hon varð spurd um áheitanina hjá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, til fakfeløgini um, at vísa samfelagssinni, har hann millum annað hevur víst á, at samfelagið er í kreppu. Myndugleikarnir í kinesiska býnum, Wuhan, vilja nú kanna allar 11 milliónir íbúgvarnar fyri koronasjúkuna, skrivar BBC, ið hevur tíðindini frá kinesiskum miðlum. Ætlanin er at kanna allar íbúgvarnar eftir 10 døgum. Enn er talan einans um fyrireikingar, men sambært BBC hava myndugleikarnir heitt á tey ymisku økini í býnum um, at gera eina ætlan fyri, hvussu allar íbúgvarnir kunnu kannast. Hildið verður, at sjúkan hevur uppruna í Wuhan, men tað eydnaðist í fyrstu atløgu, at beina fyri sjúkuni. Men aftaná, at eingin bleiv staðfestur síðan 3. apríl, eru seks fólk vorðin sjúk um vikuskiftið. Myndugleikarnir eru so smátt byrjaðir at lata samfelagið upp aftur eftir góðu gongdina í smittutølunum. Ferð var millum annað aftur komin á handilsvinnuna, skúlarnar og almennu ferðsluna. Bara eitt fólk fekk staðfest COVID 19 í Kina í gjár. Higartil hava 82.919 fólk í Kina fingið staðfest smittuna, og 4.633 eru deyð av COVID 19 í Kina. Øll onnur, sum koma til Íslands frá 15.juni, kunnu velja millum at fara í sóttarhald, verða potað á flogvøllinum í Keflavík, ella vísa prógv, sum íslendsku heilsumyndugleikarnir hava góðkent, at tey ikki eru smittað. Nýggja avloysaraskipið hjá Strandferðsluni er seinkað góðar tveir mánaðir, og verður væntandi í Føroyum um hálvan juli, upplýsir Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni Koronasmittan gjørdi tað trupult hjá italska undirveitaranum hjá norsku skipasmiðjuni, GS Marine Produksjon, at veita gear ið rættstundis. Men tað er nú um at koma í rættlag, sigur Hilmar Eliasen. Nýggi eykabáturin kann røkja allar farleiðir uttan Suðuroyarleiðina. Hann er 27 metrar langur. tekur millum 100 og 120 ferðafólk og tríggjar bilar. Kostnaðurin er 34 milliónir. Vælferðarlógin, ella lógin um almannatrygd og tænastur, sum hon eitur, er komin aftur úr Trivnaðarnevndini. Nevndin hevur nøkur broytingaruppskot, bæði ein samd nevnd, og andstøðufólkini í nevndini hava eisini nøkur uppskot um broytingar. Tey fýra lógaruppskotini, sum hava tilknýti til høvuðslógina, sum er lógin um almannatrygd og tænastur, eru eisini komin úr Trivnaðarnevndini. Millum annað er eitt teirra um kærunevnd í almannamálum, familjumálum og í heilsumálum, og eitt annað er um markamót og ábyrgdarbýti millum land og kommunur. Trivnaðarnevndin er samd um at fremja nakrar batar í lógini, sum hon sigur. Hon mælir til at broyta fýra greinar í lógaruppskotinum. Tann eina broytingin er eftir áheitan úr Almannamálaráðnum, sum eigur lógaruppskotið. Hóast samgongan ásannar, at brúk er fyri fleiri heilsustarvsfólkum í Føroyum, tekur meirilurin í Trivnaðarnevndini ikki undir við uppskotinum til samtyktar hjá Tjóðveldi um at fáa útbúgvið fleiri røktarstarvsfólk. Uppskotið er gamalt. Fyrsta viðgerð var 12. november. Meirilutin í Trivnaðarnevndini, samgongufólkini, sigur, at landsstýrið arbeiðir longu við málinum at fáa fleiri heilsustarvsfólk. Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur greitt Trivnaðarnevndini frá, at nú verður kannað, hvør tørvurin er á heilsustarvsfólkum komandi 10 árini. Millum annað nevndi landsstýrismaðurin møguleikan fyri, at Suðuroyar sjúkrahús kann gerast til útbúgvingarsjúkrahús. Meirilutin tekur uppskotið hjá Tjóðveldi í størsta álvara, men metir ikki, at tað er neyðugt at taka undir við uppskotinum, tí landsstýrismaðurin longu hevur sett arbeiðið í gongd. Í serfrøðingatáttinum verður eisini komið inn á, um tað er skilagott at keypa partabrøv í løtuni, hvat kunnu vit vænta okkum av sethúsaprísunum í framtíðini, og hvussu stóran leiklut spæla signalini frá almennu myndugleikunum, tá talan er um samfelagsbúskap. Drívmegin øll hesi árini eitur Finnbogi Joensen. Hann hevur skrivað alt niður í protokoll, so til ber at síggja, hvar trøini hjá øllum hesum 800 børnunum vaksa í dag. Men Lars Underbjerg hjá StopNordic í Danmark hevur onga viðmerking um málið, aðra enn, at StopNordic eygleiðir virksemið hjá Gluggavarpi til øll. Slóðarin hesa ferð er Hans Hansen, sum 22. mars fall fyri aldursmarkinum sum flogskipari og sostatt fleyg sín seinasta túr sum flogskipari hjá Atlantic Airways henda dagin. Hans Hansen hevur verið ein av undangongumonnunum í Atlantsflogi. Umframt at hava verið flogskipari hjá felagnum frá fyrsta degi fyri 18 árum síðani, hevur hann í mong ár eisini verið flogovasti hjá felagnum. Nú hann bókstaviliga er komin niður aftur á jørðina, ætlar hann at brúka meiri tíð upp á sigling. Í hesum sambandi verður privatflogfar hansara skift út við ein spildurnýggjan svenskan seglbát. Samleiki um netbankan kostar, tá tú loggar inn á almennar tænastur. Ikki hjá tær beinleiðis, men hjá statinum. Bankin tekur nevniliga gjald fyri tað. Hvussu nógvan pening er talan um Hóast Skansi Offshore hevði sjey milliónir krónur í halli í fjør, hevði felagið 36 milliónirkrónur meira í umsetningi í fjør enn í 2018, tá hallið var 30 milliónir krónur Mads Strandberg, ákæri, vil ikki siga, hvat hendi, men at starvsfólkið er ákært fyri harðskap eftir linaru greinini í revsilógini, grein 244. Frammanundan er 180 av teimum 240 starvsfólkunum hjá felagnum í serskipanini hjá ALS. Tað setir tí spurningin, um hesi fólkini fáa uppsagnarløn úr serkipanini hjá ALS, ella um Atlandsflog skal bera fulla kostnaðin av uppsagnarlønunum. Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur áður viðgingið, at tað var eitt mistak, at ALS eisini rindar uppsagnarlønina hjá fólki í uppsagnartíðini, og sostatt ger tað bíligari hjá fyritøkum at siga fólk úr starvi. Jóhanna á Bergi sigur, at møguleikin er at brúka skipanina, men hetta er ein prinsipiellur spurningur, og tað fer nevndin hjá Atlandsflogi at viðgerða síðst í hesum mánaðinum. Á tíðindafundinum verða Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, Michael Boolsen, formaðurin í farsóttarnevndin, og Lars Fodgaard Møller, landslækni. Tað er serliga fiskaútflutningurin, ið er minkaður. Tilsamans minkaði fiskavøruútflutningurin 50 millióinir krónur, sum er átta prosent. Javnstøðunevndin tekur undir við uppskotinum hjá løgtingskvinnunum, Ingilín D. Strøm og Hervør Pálsdóttir, um at broyta starvsheitini í føroysku stýrisskipanini. Vinnuhúsið vil hava greiðari boð frá politisku leiðsluni um eina langtíðarætlan fyri vinnulívið, tí at lata samfelagið aftur er bara løtuvinningur, sigur Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum. Íslendsku myndugleikarnir hava boðað frá, at landamarkið verður latið uppaftur í stigum, og tað hava tey eisini merkt hjá Smyril Line. Rúni Vang Poulsen sigur, at nógv spyrja um møguleikan at ferðast við Norrønu. Hann sigur, at vónir eru um, at størri virksemi verður aftur á íslandsrutuni . Skiparin hevur høvuðsábyrgdina av skipinum. Viðkomandi skal hava skipsføraraútbúgving, og stórur dentur verður lagdur á, at umsøkjarin hevur fiskiroyndir við trolara og royndir undir Føroyum, stendur í lýsingini frá Havstovuni. Jákup Sverri, sum verður gjørdur liðugur á skipasmiðjuni hjá Mest á Skála, skuldi eftir ætlan latast 1. juni, men viðurskiftini í sambandi við korona gera, at skipið verður ikki klárt at lata eigarunum fyrr enn seinni í summar. Teir partar av Smyril Line samtakinum, sum hava verið hart raktir av stongslinum síðstu vikurnar, hava brúkt serskipanirnar hjá ALS, har fólk eru send heim hálva ella fulla tíð. Varðin í Gøtu og Northwest Pelagic í Kollafirði leggja í hesum døgum síðstu hond avtalu um, at Northwest Pelagic skal keypa uppsjóvarskipið Jupiter frá Varðanum Sambært stjóranum verður sølan væntandi endalig mánadagin, men enn eru ymisk viðurskifti, ið skulu avgreiðast, millum annað søluprísur, og nær skipið verður latið nýggja eigaranum. Jupiter verður seldur, tí Tróndur í Gøtu er um at verða liðugt umvældur, eftir at gearið á skipinum fór fyri níggju mánaðum síðan. Varðin leigaði í fyrstu atløgu Gitte Henning at fiska kvoturnar hjá Tróndi í Gøtu. Reiðaríið avgjørdi at keypa Gitte Henning í august í fjør. Men nú Tróndur í Gøtu fer aftur í vinnu, hevur felagið eitt skip til avlops, og tí verður Jupiter seldur. Loyvið hjá Jupiter verður flutt á eitt av hinum skipunum hjá Varðanum. Jógvan M. Ferjá, stjóri í Nortwest Pelagic, sigur við heimasíðuna JN.fo, at ætlanin er at selja Norðhavið í Afrika, har tað er til fiskiskap. Koronasmittan er við at hæsa av í Íslandi, og Katrin Jakobsdóttir, forsætisráðharri kunngjørdi í gjár, at ferðafólk úr Føroyum og Grønlandi nú kunnu koma til Ísland, og ferðafólk úr øðrum londum nú eru vælkomin frá 15. juni. Eiga Føroyar at lata ferðafólk úr eitt nú Íslandi koma hendanvegin, og á tann hátt bjarga nøkur av teimum størvunum sum nú eru í vanda Í kjalarvørrinum av koronakreppuni saknar Vinnuhúsið greið boð frá politisku leiðsluni um eina langtíðarætlan, tí at lata samfelagið aftur er bara løtuvinningur. Beatles kollvelti ikki bara heimin, men var eisini ein margfullur máttur í stóru byltingunum í 60 árunum. Let it be var sostatt tann síðsta staðfestingin og heilsanin frá John, Paul, Georg og Ringo. Nón halgar allan tíman til Let it be. Vit viðgera og hugleiða um Let it be, men fyrst og fremst spæla vit tónleikin av hesi 50 ára gomlu LP plátuni hjá The Beatles. Føroya fyrsti professionelli myndlistamaður varð borin í Mykinesi, og hann tók navn eftir oynni. Sámal Joensen Mikines tók eina tá í tíðini heilt óvanliga avgerð, tá hann valdi at gerast listamaður. Gjørdi hann sum unglingar flestir í Føroyum tá, fór hann til skips. Hann kundi síðani sett búgv og livað sum sluppmaður og jarðarbrúkari. Mikines búði ein stóran part av lívinum í Danmark, og í sendingini skulu vit millum annað hoyra um nakrar av hansara mest kendu málningum, eitt nú Aftur av jarðarferð og málningarnar av grindadrápi. Landslagslistin tók seg av álvara upp í Føroyum um ár 1900. Tað vóru serliga teir tríggir Niels Kruse, Kristin í Geil og Jógvan Waagstein, sum í tráð við vaksandi tjóðskaparkensluna høvdu ans fyri føroyska landslagnum og bygdalagnum. Og tað varð skjótt, at eisini aðrir tóku táttin upp. Sjálvlærdir landslagsmálarar ferðaðust í 1920 og 30 árunum kring oyggjarnar og málaðu føgur útsýni yvir fjørð og sund, bygdarløg og býlingar. Eisini henda greinin av listini mentist sum árini liðu, tað kendasta umboðið fyri hesar málararnar man vera Sigmund Petersen. Aðrir gingu aðrar leiðir. William Heinesen hevur helst fingið íblástur frá vaksandi áhuganum í grannalondunum fyri sagnum og ævintýrum. Í 1920árunum teknaði William Heinesen nógvar av teimum myndunum av eitt nú trøllum og huldufólkum, sum eru kendar tann dag í dag. Tað var serliga í 1920árunum, at man fyri fyrstu ferð kann tosa um eitt listaumhvørvi í Føroyum. Hóast enn ikki er talan um professionell listafólk, sum liva av listini eina, so vóru hesi árini merkt av einum eldhuga og nýskapan og eini kenslu av at byggja land. Myndlistin list tók seg upp seint í 19. øld í sambandi við, at føroyingar fóru at geva náttúru síni gætur. Ein vaksandi tjóðskaparkensla bar í sær, at landslagið gjørdist listarligt myndevni, fyrst í skaldskapi føðilandssongum, sum í dag eru fólkaogn og síðani í myndlist. Eftir eitt tríati ára skeið við slóðbrótandi amatørvirksemi komu tey fyrstu profesionellu listafólkini fram miðskeiðis í tríatiárunum. Eftir kríggið trinu fram mong nýggj gávurík listafólk, og hesi seinastu 50 árini kunnu vit stafesta, at myndlistin er vorðin ein týðandi listagrein í Føroyum. Talan er um dokumentarsendingar, og í hesu fyrstu sendingini verður hugt at søguligu og samfelagsligu bakgrundini fyri hesi listagrein. Eisini verða tey fólk, sum vóru við til at leggja lunnar undir hesa listagreinina í Føroyum, umrødd. Tá eitt felag selur rættin hjá sær at fiska, skal landið fáa 65,4 prosent av vinninginum. Selur einstaklingur veiðirættindi, verður skatturin 67,5 prosent. Í lógini er dømi um, at vinningurin er ein millión, tá felag selur. Serskatturin er 35 prosent. Síðani fer partafelagsskattur, sum er 18 prosent, av teimum 650.000 krónur, sum tá eru eftir. Av teimum 533.000 krónunum, sum so eru eftir, fer vinningsbýtisgjald, sum er 35 prosent. Tá allur skattur er goldin, er nettovinningurin tá 346.450 krónur. Bruttovinningurin var ein millión. Skatturin er 65,4 prosent. Eftir er nú at gera eina tilfeingisskattalóg. Samgongan ætlar at taka yvirskotsgrundað tilfeingisgjald, sum leggur upp fyri rentum, oljuprísi og fiskaprísi. Uppskotið um tilfeingisskattalógina fer ætlandi til hoyringar í heyst og kann koma í gildi í 2021, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður. Tað skrivar AFP tíðindastovan. Angela Merkel var ørkymlað, tá hon í gjár í týska samveldistinginum boðaði frá, at hon hevur ítøkilig prógv fyri, at Russland hevur njósnast um hana. Eg kann opið siga, at tað harmar meg. Hvønn dag royni eg at fáa betri viðurskifti í lag við Russland, men hinvegin so finna vit góð prógv fyri, at russiskar deildir gera hetta, segði Merkel, sambært The Telegraph. Hetta kemur fram eftir at týska blaðið, Der Spiegel, fríggjadagin skrivaði, at russiska fregnartænastan, GRU, eftir øllum at døma hevði fingið hendur á fleiri teldupostum frá skrivarstovuni hjá Merkel í telduálopi móti týska parlamentinum í 2015. Týska parlamentið hevur higartil ikki gjørt viðmerkingar til málið. Tað hava russiskir myndugleikar heldur ikki, annað enn, at teir vísa skuldsetingunum um telduálop aftur. Samherji ætlar nú at gjalda alla lønina hjá teimum, sum felagið hevur sent til hús. Samherji legst afturat stórum feløgum í Íslandi, sum hava fingið lønarískoyti, hóast feløgini ikki hava brúk fyri tí. Tað hevur fingið øði í politikarar og onnur, at hesi feløg skulu gera sær dælt av almennum pengum, hóast tey ikki hava teir fyri neyðini. Millum hesi feløg, sum nú hava goldið ríkiskassanum lønarískoytið aftur, er oljufelagið Skeljungur, sum eigur Magn í Føroyum. Hvussu er og ikki, so verður lógin um lønarískoyti broytt, sigur Katrín Jakobsdóttir, forsætisráðharri. Í Íslandi verður nú kunngjørt, hvørjar fyritøkurnar eru, sum fáa lønarískoyti. Tær eru okkurt um 6.700. Í fyrstani var ikki ætlanin at almannakunngera listan. Her heima vil Als ikki upplýsa, hvør brúkar lønarískoytisskipanina í Føroyum. TAKS vil heldur ikki geva innlit í, hvør brúkar hjálparpakka tvey og fær pengar úr landskassanum til fastar útreiðslur. Eitt lógaruppskot um hetta er komið í løgtingið.Tey, sum búgva í londum, sum tvískattaavtala er við, sleppa tó framvegis undan kapitalvinningsskattinum. Tey gjalda skatt í heimlandinum. Føroyar hava tvískattaavtalu við Norðurlond, Bretland, India og Sveis. Tá Fíggjarmálaráðið arbeiddi við uppskotinum um at skatta vinningin, tá føroysk fiskirættindi verða seld, kom tað eftir, at ikki er loyvt at taka vinningsbýtisskatt frá fólki, sum ikki er fult skattskyldug í Føroyum, men eiga partabrøv og virðisbrøv í Føroyum. Hetta verður nú broytt, so Føroyar kunnu skatta allan kapitalvinning hjá fólki í londum, sum Føroyar ikki hava tvískattaavtalu við. Tann 16. mai 1945, vera tað 75 ár síðani, at bretsku hermenninir, sum fyltu so nógv í tí dagliga hjá nógvum føroyingum undir krígsárunum, vendu heimaftur. Tað var tann 11. apríl 1940, at Winston Churchill boðaði Undirhúsinum í bretska parlamentinum frá, at Bretland júst í somu løtu var farið undir at hertaka Føroyar. Føroyingar, ið hoyrdu BBC, bíðaðu alspentir eftir Operation Valentine, sum hersetingin kallaðist, tí fór at henda, eftir at bretsku hermenninir vóru komnir í land. Sæð í mun til fólkatalið í Føroyum, sum tá lá um 30.000, vaks talið við heili 8.000 hermonnum, so tað sigur seg sjálvt, at broytingin fór at vera stór fyri føroyingar hesi árini. Bretska innrásin í Føroyum hevði tí sjálvandi nógvar og stórar broytingar við sær kring landið. Búskaparliga broyttist meginparturin til tað betra, men hetta rakti sjálvandi eisini nógv heim syrgiliga, tí føroyingar hildu fram at fiska og sigla, og hetta merkti, at 205 føroyingar sjólótust tey árini, meðan kríggið reikaði. Virksemið hjá bretum hjálpti væl upp á arbeiðsloysið, kanska serliga í Søldarfirði og í Sørvági, har nógvir hermenn vóru, men eisini á Toftum og Nesi hildu nógvir bretar til, sum høvdu stóra ávirkan á virksemið í báðum bygdunum. Hersetingin skapti sterk bond millum Føroyar og Bretland, og viðurskiftini millum londini bæði hava verið avbera góð síðani og eru tað framvegis. Konvoysiglingin leygardagin verður sostatt fyriskipað fyri at minnast, at tað nú eru 75 ár liðin, síðani bretska hersetingin og seinni veraldarbardagi var av. Bátarnir í bólki 4A og 4B virka undir eins lógarreglum og treytum, og tí er óneyðugt at býta hendan partin av útróðrarflotanum í tvey, sigur Fiskimálaráðið. Vanliga eru verjur av doktararitgerðum í Føroyum ein festligur dagur, har familja, vinir og akademikarar í hópatali savnast at lurta eftir argumentunum hjá tí próvdømda. Men COVID 19 hevur eisini vent tí á ranguna. Klokkan 13 í dag verður føroya fyrsta talgilda ph.d. verja á Setrinum. Tað er Sunnvør Klettskarð í Kongsstovu, ið skal verja sína doktararitgerð um arvaeginleikar hjá sild. Sunnvør hevur í ph.d. skeiðinum verið í starvi hjá Amplexa Genetics og verið innskrivað á Fróðskaparsetrinum. Hon hevur arbeitt á iNOVA. Ritgerðin kallast Sequencing the North Atlantic herring Clupea harengus genome og development of a genetic stock management tool. Í metingarnevndini sita Tom Gilbert, professari, Københavns Universitet, Bent Petersen, lektari Københavns Universitet og Einar Eg Nielsen, professari DTU. Nú sleppa fólk aftur at hyggja at ítrótti undir skipaðum viðurskiftum. Tað segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, á tíðindafundi fyrrapartin. Kappróður, fótbóltsdystir og onnur ítróttartiltøk kunnu nú avgreiðast við áskoðarum, segði Bárður á Steig Nielsen. Men hetta skal sjálvandi gerast undir skipaðum viðurskiftum, so smittuvandin er so lítil, sum til ber. Sersambondini hava ábyrgdina av, hvussu hetta verður skipa í samráði við koronaráðgevingina. Fyrsta umfar í bestu fótbóltsdeildini við monnum varð avgreitt farna vikuskifti, men tað var fyri tómum áskoðaraplássum. Men nú verður aftur møguligt at fara at hyggja at ítrótti, og longu í komandi umfari sleppa fólk til fótbólt í Betrideildini við monnum, skrivar Bolt.fo á Facebook. Í grundini eru bara tríggjar ítøkiligar avmarkingar eftir, segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, á tíðindafundi í Kringvarpinum fyrrapartin. Mælt verður til, at eingin festivalur ella stór tiltøk vera í mai og juni. Mælt verður framvegis til, at skeinkistøð lata aftur klokkan 22, og fólk, sum ferðast til Føroya, skulu framvegis í sóttarhald í 14 dagar. Vit kunnu siga við rímiliga stórari vissu, at eingin smitta hevur verið í Føroyum í skjótt eina viku. Fyri at siga tað bart út, so roknaðu vit ikki við, at tað bar til at steðga smittuni so skjótt. Støðan úti í heimi vísir eisini, hvussu trupult tað er. Men tað bar til. Og tað er fyrst og fremst tykkum øllum fyri at takka, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður. Bárður á Steig Nielsen segði, at tilmælið um frástøðu verður stytt úr tveimum metrum niður í ein metur, sum eisini er tilmælið hjá heimsheilsustovninum WHO. Men í teimum førum, har serlig fyrilit mugu takast, verður framvegis mælt til at halda frástøðu upp á tveir metrar. Tað er til dømis, har sangur og róp eru. Nú kunnu øll eisini fara í skúla. Í mesta lagi 100 fólk kunnu savnast, og áskoðarar kunnu eisini verða til kappróður, fótbóltsdystir og onnur ítróttatiltøk, men tað skal vera undir skipaðum viðurskiftum. Men vit vita, at lítið og einki skal til, áðrenn smittan kemur aftur til Føroya og tekur dik á seg. Ansa vit ikki eftir, kann ein óansin, smittaður persónur sum einki byrja eina nýggja smittukeldu, sum verður trupul at stýra. Tí mugu vit halda fjarstøðu og hava gott reinføri, samstundis sum vit ikki savnast í stórum og ókontrolleraðum bólkum, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður. Lurtarar í hópatali hava spurt, hvussu hetta eitur á føroyskum. Elin Henriksen nevnir fleiri møguleikar, so sum heim við, út við ella á ferð. Tvungið sóttarhald er orðing, sum hevur verið nógv at hoyra, men orðið, tvungið, er ikki til á føroyskum, og tí eitur tað tvingað sóttarhald, um man vil brúka orðið, tvinga. Sjónvarpið sendir í kvøld orðaskifti millum formenninar í politisku flokkunum um kósina hjá føroyska samfelagnum, nú tveir mánaðir eru farnir, síðani koronasmittan varð staðfest. Kjakast verður eisini um landskassahjálp til vinnuna, og um samfelagið hevur skyldu at lofta teimum, sum duttu niðurímillum, tá samfelagið læt aftur. Hvat merkir hetta, hvat verða avleiðingarnar fyri føroysku fjarskiftisveitararnar, og verður eitt málsøki nú flutt aftur til Danmarkar Føroyar lata nú meira upp, men ikki fyri ferðafólki. Vit spyrja stjóran í Visit Faroe Islands, um Føroyar nú siga farvæl við ferðavinnuna. Tey flestu duga at benda kenniorðið ein . Duga at siga til dømis her er ein maður, eg sá eina konu, her er eitt barn. Ella her eru einir handskar, eg sá einar hosur, her eru eini pør. Í sendingini spæli eg sjálvandi hópin av tónleikin hjá Kraftwerk, men eg fari eisini at elta ta tónlistarliguslóð, sum slóðbrótandi týski elektroniski bólkurin hevur lagt eftir sær á tónleikapallinum. Ein rúgva av kendum tónleikanøvnunum standa í beinleiðis skuld til Kraftwerk, ið hevur veitt teimum grundleggjandi íblástur til teirra tónlist. Til at hjálpa mær at hugleiða eitt sindur um týdningin, Kraftwerk hevur havt fyri populera elektroniska tónleikapallin, havi eg tosað við Knút Háberg Eystursstein, tónleikafrøðing. Grundarsteinurin til Kraftwerk varð lagdur í 1986, tá Florian Schneider og Ralf Hutter hittust á konservatoriunum í Dusseldorf á einu skeiði í improvisiatión. Ralf Hutter spældi klaver, Florian Schneider floytu. Men tað var serliga, meðan teir spældu við bólkinum Organisation, at teir fingu eyguni upp fyri møguleikunum í syntheseisarum, ið júst vóru uppfunnir. Tíðliga í 1970unum keypir Florian Schneider, sum kom frá einari vælhavandi familju, ein synthesseisara, og restin er, so segði hann, søga. Teir fingu sær navnið Kraftwerk, sum merkir orkuverk, og lýstu seg sjálvar sum klangchemiker , ella ljóð evnafrøðingar, og lótu seg annars totalt søkka niður í møguleikarnar, sum nýggj tøkni hevði við sær. Florian Schneider uppfann eisini ymisk ljóðføri, eitt nú eina elektroniska floytu og ein Vocoder líknandi synthesizara, sum hann kallaði Robovox. Tríggjar tær fyrstu pláturnar vóru improvisatiónsplátur, sum í stóran mun blivu innspældar við siðbundnum ljóðførum. Florian Schneider og Ralf Hutter uppfataðu ongantíð hesar útgávurnar sum ordiligar Krafwerk útgávur. SAS hevur onga avgerð tikið um flúgvingina til Føroya, men vónandi byrjar hon aftur sum skjótast, sigur Sille Beck Hansen hjá SAS. Kommunufelagið vil ikki finna seg í, at landsstýrið nú ætlar at flyta fleiri uppgávur og útreiðslurnar út á eldraøkið hjá kommunurnar, uttan at eitt endurgjald er ásett, og eldralógin er eftirmett. Eldralógin verður eftirmett seinni í ár, og kommurnurnar hava longu tillagað broytingarnar, sum nú verða gjørdar í nýggju vælferðarlógini, ið nú eitur løgtingslógin um almannatrygd og tænastur. Lars F. Møller, landslækni, heldur tvørturímóti, at Føroyar eru tað samfelagið í heiminum, sum hevur latið mest uppaftur eftir koronasmittuna. Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um, at Landsverk vildi ikki lata innlit í støðumetingar av tunlunum, sum Landsverk hevði fingið frá uttanhýsis serfrøði. Landsverk vísti í fyrsta lagi á, at skjølini vóru fingin til vega í sambandi við fyrisitingarvirksemi hjá stovninum, og at skjølini tí ikki komu undir reglurnar um innlit sambært innlitslógini. Í øðrum lagi varð víst á, at talan var um innanhýsis skjøl. Umboðsmaðurin staðfesti, at innlitslógin fevnir eisini um veruliga fyrisitingarvirksemið hjá Landsverki, og at talan ikki var um innanhýsis skjøl. Knút Háberg Eysturstein, tónleikafrøðingur, fer í fimm sendingum á eina spennandi ferð gjøgnum søguna hjá diskotónleikinum. Høvuðsdentur verður lagdur á alternativan undirgrundsdiskotónleik. Í aðru sending verður blómandi disko tíðarskeiðið frá 1974 til 1979 umrøtt. ES tosar um at lata upp miðskeiðis í juni, og vit vóna ikki, at vit verða avbyrgd í ferðavinnuhøpi, sigur Henny á Líknagøtu, forkvinna í ferðavinnufelagnum. Hann hevur skrivað dagbók síðan á jólum, og nú kemur hon út sum bók við heitinum Mitt í hesi krónutíð. Carl Johan Jensen, rithøvundur, er hósdagsgestur í Nón. Tann fasta framsýningin er broytt munandi, og ein heilt nýggj samanseting við meira enn 100 málningum afturat frá goymsluni er hongd upp. Vit hava kannað, hvussu føroysk list nú verður lýst á Listasavninum saman við stjóranum, Karina Lykke Grand. Tann 25. mai kemur enn ein bók eftir Carl Jóhan út Mitt í eini krónutíð. Talan er um ein dagbókaform, har Carl Jóhan viðmerkir politikk og eygleiðir Føroyar í koronutíðini. Vit tosa við Carl Johan um bókina. Vit leita eisini aftur til støð í barna og ungdómsárunum, eitt nú tá hann var á Sorø Akademi, har hann gjørdist studentur. Carl Johan lesur eisini úr bókini og eina týðing av lagnum Strange Fruit hjá Billie Holliday, sum vit hoyra. Nú sleppa fólk aftur at hyggja at fótbólti við vøllin. Tað sigur Fótbóltssamband Føroya, eftir at koronatilmælini vóru linkaði fyrrapartin. Men áskoðararnir skulu býtast upp í bólkar við í mesta lagi 100 fólkum í hvørjum. Eisini skal ein metur vera ímillum hvønn áskoðara. Tað er bara at hyggja í teir ymisku miðlarnar og teir sosialu miðlarnar, har mann hevur sæð tann brennandi áhugan hjá fólki at sleppa til dyst, so eg vænti, at tað kanska verða serliga nógvir áskoðarar hetta vikuskiftið, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambandinum. Umstøðurnar hjá teimum ymsu feløgunum eru ólíkar, og tí er munur á, hvussu nógvir áskoðarar sleppa inn til teir ymsu dystirnar. Og bólkurin, sum Dagbjørg Hjaltalin er partur av hevur savnað 558 undirskriftir. Hesin bólkur ynskir eisini tvungið sóttarhald, men er opin fyri, at fólk hava frælsi til sjálvi at avgerða, hvar sóttarhaldið verður hildið, bara tað er trygt fyri øll. Tann størsti parturin av arbeiðinum við at savna undirskriftir er farin fram á netinum og tað hevur ávirkað endaliga talið av undirskriftum. Hoyr alt innslagið og samrøðuna við Mary Cazabon og Dagbjørg Hjaltalin her. Fjarskifti verður nú partur av trygdarpolitikkinum. Løgmaður boðaði í gjár frá, at hann og danski forsætisráðharrin arbeiða við einari tvørgangandi lóg fyri fjarskiftisøkið. Hvat merkir hetta, hvat merkir tað fyri fjarskiftisveitararnar og flyta føroyar nú eitt yvirtikið málsøkið niðuraftur til Danmarkar Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og Høgni Hoydal eru gestir í útvarpsstovuni. Føroyar lata nú meira upp, men ikki fyri ferðafólki. Vit tosa við stjóran á Visit Faroe Islands um Føroyar nú siga farvæl við ferðavinnuna, og hvussu við Norðoyastevnuni, nú myndugleikarnir framvegis frámæla, at fólk savnast í størri bólkum Skulu norðoyingar veittra stevnuni farvæl í ár vit spyrja hvat tey gera í Klaksvík. Tá lógin um sjófeingi bleiv broytt á jólum, og keyp og søla av veiðirættindum skuldi loyvast, varð sagt, at ein skattaskipan skuldi setast í verk áðrenn. Og fleiri samgongutinglimir søgdu tá, at søla av veiðirættindum skuldi skattast sera hart. Men hyggja vit eftir lógaruppskotinum, sum nú er komið í tingið, sæst, at eyka skatturin, sum feløg rinda fyri at selja veiðirættindi víðari til onnur, er 35 prosent. Vit hava roynt at fingið viðmerking frá Jørgeni Niclasen, fíggjarmálaráðharra, Magnusi Rasmussen, formanni í Fíggjarnevndini, og Johan Dahl, næstformanni í Vinnunevndini, men teir vilja ikki gera samrøðu við Kringvarpið í dag. Ferðavinnan hevði væntað nógv greiðari boð á tíðindafundinum hjá løgmanni í dag.Tiltøk skulu til beinavegin, annars verður húsagangur í ferðavinnuni. Tað eru greiðu boðini frá ferðavvinnufelagnum. Ísland letur upp fyri føroyskum ferðandi í morgin og tað hevur alla tíðina borið til hjá føroyingum at ferðast til Danmarkar. Men ert tú alment sett starvsfólk og fert ein túr til Íslands ella Danmarkar, skalt tú brúka tvær vikur eyka av egnum frídøgum uppá sóttarhald, tá tú kemur heim aftur um tú also ikki hevur aðra avtalu við arbeiðsgevaran. Tað eru boðini frá lønardeildini í Tinganesi. Eftirskúlin á Tvøroyri byrjar at taka skap. Um tríggjar mánaðir skulu fyrstu næmingarnir byrja í skúlanum. Fyrrapartin vitjaðu vit eftirskúlan. Sangirnir, ið verða ummældir, eru Vár og Bjørt Bjarki Hansen Deyðans drotning Steintór Rasmussen Higher Lea Kampmann Simple Man Hogni Straight Up Icy Marius DC og Jonas Langgaard Inntil mín síðsta dag Mýrá Fyrsta smittan varð staðfest í Hoyvík tann 3. mars. Tá varð staðfest, at ein maður, sum hevði verið á ráðstevnu í París, var smittaður við Covid 19. Í gjár var talið fyri kannað 8.710. Meirilutin, 53 prosent, av teimum smittaðu vóru kvinnur. Tey flestu smittaðu, 43, eru í aldursbólkinum 20 til 29 ár. Eyðstein Poulsen, ið var skipari, greiðir frá, at tað var á einum virkisdegi á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna í 2007, at hugskotið veruliga festi seg. Har vóru fleiri góðar framløgur, ið sannførdu okkum um, at frysting var rætta leiðin at fara. Tann frysti fiskurin tryggjar eina javnt góða vøru. Samanumtikið var tað ein røtt avgerð at fara undir at frysta, sigur Eyðstein Poulsen, sum tó ásannar, at tað hava verið løtur á leiðini, tá hann hevur ivast. Men dagsstovnalógin sigur, at í minsta lagi tveir triðingar av starvsfólkunum eru námsfrøðingar. Og fyri at røkka tí kravinum, er brúk fyri 335 námsfrøðingum afturat. Hesi tølini hevur Trivnaðarnevndin hjá løgtinginum fingið úr Uttanríkis og Mentamálaráðnum, nú nevndin viðger uppskotið hjá Tjóðveldi um at útbúgva fleiri námsfrøðingar, við serkunnleika á dagstovnaøkinum og við serkunnleika í sernámsfrøði. Í 2019 vóru 37,8 prosent námsfrøðingar í dagstovnunum, lógarkravið er 66 prosent. Hini 62,2 prosentini vóru hjálparfólk. 1418 fólk arbeiddu við børnum í dagstovnunum í fjør. Í fjør vóru 5.443 børn í dagstovnunum í Føroyum, 789 fleiri enn í 2014, dagstovnar eru vøggustovur, barnagarðar og frítíðarskúlar. 16. mai er altjóða ruddingardagur. Í Tórshavnar kommunu rudda dagstovnar og skúlar 15. mai og eigarafeløg, ítróttarfeløg, skótar og onnur. rudda 16. mai. Í samband við ruddingardagarnar í ár, varpar kommunan ljós á trupulleikan við sigarett stubbum. Serlig lummaøskubikur eru framleidd, sum kunnu fáast ókeypis í Snarskivuni. Eisini skipar Tórshavnar kommuna fyri kapping í samband við ruddingardagarnar. Tey heita á fólk at taka mynd av tí, sum tey hava savnað, ella av teimum, sum rudda. Lutakast verður ímilum øll sum senda myndir og tveir vinningar verða burturlutaðir Treytirnar eru hesar 1. at ein bólkur á minst 10 persónar ruddar eitt økið 2. at bólkurin sendir 2 3 myndir frá degnum til ruddingardagar torshavn.fo Tað eru bara bólkar, sum rudda, sum kunnu taka lut í kappingini. Vinningurin er 4000 krónur. Tórshavnar kommuna tilskilar sær rættin at brúka myndirnar, sum verða senda inn. Tænastuvinnan er hart rakt í løtuni. Tí hevur tað ongantíð verið meira viðkomandi og neyðugt enn júst nú at førleikamenn seg innan hesa vinnu og búgva seg til, at hon kemur á føtur aftur. Tað sigur Finn Jensen, dekanur á Glasi, sum vitjaði í morgunsendingini og greiddi frá um nýggju útbúgvingina, tænastubúskap. Norska brúkararáðið hevur latið gjørt eina frágreiðing, sum kannar, hvussu hvat 10 væl umtóktar appur brúka persónsupplýsingarnar hjá sinum brúkarum til Appirnar, sum verða nýttar, er millum annað dating appirnar Tinder og GrindR. Og serliga hendan síðstnevnda fer lættliga við persónsupplýsingunum. Tað, sum verri er, er at GrindR ikki upplýsir í treytunum, at hon letur serliga eymar upplýsingar víðari til ein triðja part, sum kann brúka tað í síni marknaðarførslu. Unn Augustudóttir Krákustein er løgfrøðingur og fulltrúi í Dátueftirlitinum, sum heldur eftirlit við, at okkara persónsupplýsingar verða viðgjørd í tráð við lógina. Hon er ikki í íva um, at fleiri av appunumu í kanningini bróta lógina, sjálvt um brúkarin hevur givið sítt samtykki. Tí eitt samtykki er ikki bara eitt samtykki. Eitt samtykki skal lúka fimm treytir fyri at verða gyldugt. Í síðstu bar norska kringvarpið, NRK, tey tíðindi, at persónupplýsingar hjá túsundtals norðmonnum eru bíliga til sølu. NRK keypti upplýsingarnar og kundi lættliga finna útav, hvar einstakir borgarar hava ferðast seinasta árið. Einki er til hindur fyri, at slíkt eisini kann henda í Føroyum, segði Torben Nielsen, kt frøðingur við GMF fyrr í vikuni Talan er um starv sum fyrstilærari í Velbastaðar skúla, fyrstilærari í skúlanum á Fossánesi, tíðaravmarkað starv sum fyrstilærari í Hósvíkar skúla og tíðaravmarkað starv sum útoyggjalærari í Kirkju og Hattarvíkar skúla. Í Velbastaðar skúla verða 37 næmingar í 1. 7. árgangi næsta skúlaár. Í skúlanum á Fossánesi verða 30 næmingar í 1. 7. árgangi næsta skúlaár. Í Hósvíkar skúla verð 8 næmingar í 1. 3. árgangi næsta ár. Í Kirkju og Hattarvíkar skúla verða tveir næmingar í 6. flokki og ein í 8. flokki. Útoyggjalærarin er bæði leiðari og lærari í skúlanum, og hann undirvísir í øllum lærugreinum. Lógin skal verja starvsfólk í almenna og privata geiranum, sum í góðari trúgv geva kunning og upplýsingar um, hvussu arbeiðsgevarin handfer lógina ella aðrar ásetingar. Starvsfólkið, sum varskógvar, kann, sambært nýggju lógini, eitt nú ikki revsast fyri tað, og endurgjald kann heldur ikki krevjast frá viðkomandi. Lóggávan ger tó mun á varskógving í einum felagsskapi og alment, og staðfestir, at almenn varskógving ikki er loyvd uttan so, at starvsfólkið fyrst hevur reist spurningin í fyritøkuni. Tó er henda avmarkingin ikki galdandi, um málið snýr seg um ágang, sum kann enda við fongsulsrevsing, ella hava stóran almennan áhuga. Hagtølini hjá IRF staðfesta, at vit eru eitt samfelag við stórari nýtslu. Hvør føroyingur legði í miðal 1,4 tons av ruski eftir sær í fjør. Hoyr Súsonna Berg, umhvørvisleiðara hjá IRF, greiða frá gongdini í samband við, at tað er altjóða ruddingardagur í morgin, leygardag. Umhvørvisleiðarin kemur millum annað við fýra umhvørvisvinaligum hugskotum, hvussu tú kanst minka um ruskið. Í 2018 høvdu 255 fólk í Føroyum eina tøka inntøku, sum var yvir eina millión krónur. Seks teirra høvdu fýra milliónir ella meira at brúka. Í Íslandi vænta tey ikki nógv ferðafólk úr Føroyum, nú føroyingar ikki skulu í sóttarhald í Íslandi. Tí fólk skulu í sóttarhald í 14 dagar, tá tey koma aftur til Føroya. Linda Gunn laugs dótt ir, stjóri hjá Smyr il line í Íslandi, sigur við Morgunblaðið, at tey fyrireika seg til, at fleiri fólk koma úr Føroyum nú, men ikki nógv fleri, sigur hon. Higartil hevur kringvarið staðið opið fyri boðskapunum frá landsstýrinum á tíðindafundunum, men hvussu leingi skal hetta standa við. Og kann ella eigur kringvarpið at seta treytir við, hvat innihaldið er og hvør er við á tíðindafundunum. Fleiri sendingar í kringvarpinum brúka Facebook bæði sum reyp og sum samskiftismiðil. Hvussu eigur ein public service stovnur at brúka eina risafyritøku sum Facebook, sum er 100 prosent lýsingarfíggjað. Og hvørji reglur galda fyri medarbeiðarar í kringvarpinum um at gera viðmerkingar á Facebook. Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður i vinnumálum, lovaði í sendingini, at alment innlit nú skal latast í, hvørjar fyritøkur hava søkt um endurgjald eftir hjálparpakka 2. Gestir Ivan Niclasen, kringvarpsstjóri, Rúni Jákupsson, vertur í Góðan Morgun Føroyum, Árni Gregersen, journalistur, Ingi Samuelsen, redaktørur á Portal.fo, Georg L. Petersen, tíðindaleiðari KvF, Jón Brian Hvidtfelt, formaður í Føroyskum Miðlafólki og Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum. Tað var annars á vári í fjør, at Føroya Tele kunngjørdi, at felagið hevði vunnið útboðið at veita eina nýggja samskiftistænastu til politiið í Føroyum. Og møguleiki skuldi verða at knýta øll lið í tilbúgvingini upp í tænastuna. Men Ríkispolitiið hevur nú almannakunngjørt, at Føroya Tele sleppur ikki at brúka Huawei sum veitara til politinetið í Føroyum, tí tað er til vanda fyri trygdina. Orsøkin er, at Huawei er endað á amerikanska Entity listanum. Hetta er ein listi yvir persónar, feløg, stovnar og virki, sum skulu veita serligar váttanir til amerikansku ríkisstjórnina, fyri at útflyta ella flyta vørur og tænastur. Tað hevur Huawei, sambært skrivinum frá Ríkispolitinum, ikki megnað. Sostatt kann Ríkispolitiið heldur ikki brúka kinesiska fjarskifitisrisan sum veitara. Í almenna skrivinum stendur hetta. Jenis av Rana sigur, at tað er serliga tilmælið um at stytta frástøðuna niður í ein metur, sum ger, at allir næmingar nú kunnu fara aftur í skúla Tóroddur Poulsen er serstakliga virkin sum bæði skald og myndlistamaður. Í síðstu viku lat nýggj framsýning upp í Steinprenti, men ongin fernisering var, og Tóroddur var og er ikki sjálvur til staðar vegna koronusóttina. Jan Andersson úr Steinprenti greiðir frá um framsýningina, sum er sera fjølbroytt og rúgivmikil. Eitt eru listaverkini, sum longu nú hanga uppi, men um vikuskiftið kunnu væntast 20 verk afturat. Sum nakað serligt kunnu fólk fáa listarverikini við sær heim, beint eftir at tey hava keypt og goldið fyri tey. t.v.s. tey skulu ikki bíða, til framsýningin er av. Og væntandi fara okkurt um hálvhundrað milliónir krónur afturat haðani, væntar stjórin í Arbeiðsloyisskipanini, Magni á Deild Olsen. ALS fær pengar aftur úr Trygdargrunninum fyri fiskimenn og úr landskassanum fyri fólkapensjónistar. Men talan er ikki um nógvar pengar, sigur Magni á Deild Olsen. Sambært teirri lóg, sum nú er galdandi, fer skipanin úr gildi aftur 30.juni. Nú eru 2.676 fólk í skipanini. Tey vóru 4.320, tá tey vóru flest. Tað var 4.apríl. Tey arbeiðsleysu, tey, sum fáa arbeiðsloysisstuðul, gerast tó fleri. Á grækarismessu vóru 289 fólk arbeiðsleys, í dag vóru tey 434. 17. mai er tjóðdagur Noregs. Hesin dagurin, sum hevur sín uppruna í 1814, er grundlógardagur, har Noreg verður hátíðarhildið sum tjóð. Norðmenn kalla flestallir hendan dagin bara 17. maj . Gunn Hernes, sum er stjóri fyri Norðurlandahúsið og úr Noregi, greiðir frá, hvussu dagurin verður hildin í Noegi, og hvussu hon fer at hátíðarhalda dagin heima í Føroyum. Norðmonnum dámar væl at ganga í fjøllum, og tað ætlar Gunn sær at gera hendan dagin. Alt var friðarligt í býnum í Havn í gjárkvøldið, hóast skeinkistøðini høvdu opið tveir tímar longur, enn almenna tilmælið er í sambandi við koronu. Og sambært vakthavandi á politistøðini vóru nógv fólk í býnum í gjárkvøldið, men á midnátt, tá skeinkistøðini lótu aftur, fóru allir gestirnir á dyr, og longu hálvan tíma seinni var býurin at kalla manntómur. Tríggir bilførarar vórðu tiknir við Gøtugjógv fyri at koyra ov skjótt. Teir fingu klipp í koyrikortið og bót fyri ikki at halda hámarksferðina. KÍ vitjar TB við Stórá í dag. Føroyameistarin tapti fyri viku síðani móti B36, og kann koma undir trýst mestsum frá byrjan, um tað ikki eydnast at fáa trý stig í dag. KÍ hevur ofta havt trupulleikar á Tvøroyri. Í fjør vann TB 1 0 á KÍ við Stórá. Viðhaldsfólk sleppa aftur til dyst við vøllin, og leikvøllurin við Stórá er býttur upp í fimm øki, har bólkar í ymsum støddum, tó í mesta lagi við 100 fólkum, skulu halda til. Eisini skal tilmælið um ein meturs frástøðu haldast. Kringvarpið sigur frá dystinum í útvarpinum. Fult umfar í 1. deild Næstbesta deildin fer í gongd aftur í dag. 1. umfar varð spælt 7. mars áðrenn mestsum allur ítrótturin varð steðgaður og í dag er 2. umfar á skránni. Dystirnir í dag eru hesir Betrideildin TB KÍ 14 00 1. deild AB II B36 II 13 00 B68 NSÍ II 15 00 Víkingur II 07 Vestur 15 00 HB II B71 15 00 KÍ II FC Hoyvík 17 00 Samgonguflokkarnir í rættarnevndini taka ikki undir við uppskotinum hjá Bjarna Hammer, løgtingsmanni í Javnaðarflokkinum, um at stovna partafelag, sum skal gera undirsjóvartunnil til Suðuroyar. Teir mæla í staðin til, at allir flokkar á tingi skjótast gjørligt gera eina felags semju um hetta málið. Tað er ikki neyðugt at samtykkja at gera partafelag, fyrr enn henda semja er gjørd, siga samgonguflokkarnir í rættarnevndini. Landsstýrismaðurin í samferðslumálum hevur sagt fyri rættarnevndini, at hann tekur undir við at stovna eitt partafelag, sum skal fyrireika og gera undirsjóvartunnil til Suðuroynna. Jørgen Niclasen heldur, at leisturin, sum er brúktur til hinar báðar undirsjóvartunlarnar, kann eisini brúkast til Suðuroyartunnilin. Landsstýrismaðurin hevur upplýst fyri rættarnevndini, at landsstýrið arbeiðir við eini um ætlan um at seta umleið 100 milliónir krónur av um árið á langtíðar íløguætlanini til Suðuroyartunnilin frá 2024. Fimm milliónir krónur eru játtaðar til forkanningar. Landsverk skal gera seismiskar kanningar, og ætlanin er, at hetta arbeiðið skal byrja í summar. Minnilutin í rættarnevndi, sum eru umboðini hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi, mælir til at samtykkja uppskotið hjá Bjarna Hammar. Minnilutin vísir á, at ein arbeiðsbólkur, sum táverandi landsstýrismaðurin í samferðslumálum, setti, hevur víst á, at tað hevur týdning at gera forkanningar í sambandi við Suðuroyartunnilin, meðan arbeitt verður við Sandoyartunlinum, og at eitt partafelag verður stovnað at fyrireika, gera og reka Suðuroyartunnilin. Minnilutin sigur, at undir viðgerðini í rættarnevndini hevur verið víst á, at skal verða koyrandi til Suðuroyar í 2030, má arbeiðið byrja í 2023. Tað er eingin grund hjá løgmanni at samskifta við danir um at leggja fjarskiftiskervið undir trygdarpolitikk, tí her er talan um eitt føroyskt málsøki, ið skal verða verandi á føroyskum hondum. Í sendingini í dag spæla vit nýggjar sangir úr USA við denti á útgávuna Hold my Beer, Vol. 2 hjá Randy Rogers og Wade Bowen. Eisini minnast vit Little Richard, sum doyði herfyri. Seinasti fundur millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið var 3. mars í ár. Støðan við koronu gjørdi, at steðgur kom í samráðingarnar. KAF vildi eisini bíða við at taka samráðingarnar uppaftur, fyrr enn Starvsmannafelagið hevði tikið støðu til áheitanina frá Fíggjarmálaráðnum um at strika lønarhækkingina 1. oktober í ár. Sambært Súna Selfoss, formanni í Starvsmannalfelagnum, vóru partarnir nær við at gera semju, tá neyðugt var at hava steðg í samráðingunum. Nær var tað er spurnarkapping, har luttakararnir eru búsitandi á útoyggj og í útjaðaranum, og har spurt verður um mangt og hvat við árstølum sum felagsnevnara. Kappingin hesuferð er millum Maud Wang Hansen, Nólsoy, og Sunnvør Klettskarð í Kongsstovu í Haraldssundi. Tú kanst hoyra sendingina her Plátubarrin 16.5.20. Prátað verður við Eyðun Nolsøe um útgávuna tekstir og tónleik. Eisini snýr prátið seg um lívsstøðuna hjá Eyðini í nítiárunum. Edmund Jacobsen hoyrist javnan sum sangari í føroysku ætanini, Norðkraft, men hann er eisini kendur frá bólkum sum Chase og Niclas og The Crew. Í nógv ár hevur hann tó búð í Esbjerg, har StoneKing er karmur um hansara tónleikavirksemi. Og tað er tann tónleikin, sum vit tosa við Edmund um. Harafturat hoyra vit eitt av nýggju løgunum rokkballaduna The Highway. Plátubarrin 16.5.20. Flogskipararnir, sum eru í starvi hjá Atlantic Airways, kunnuvænta sær eina uppsøgn, í næstum. Tað sigur Flogskiparafelag Føroya, sum hevur havt eykaaðalfund. Nýggja nevndin í felagnum hjá flogskiparunum væntar, at nógvir av limunum í felagnum eru sagdir úr starvi áðrenn hesin mánin er liðugur. Felagið hevði eyka aðalfund fríggjakvøldið, og felagið fer komandi dagarnar í eitt konstruktivt samskifti sum felagið skrivar við Atlantic Airways í eini roynd, at varðveita so nógv størv, sum gjørligt. Flogskiparafelag Føroya fer samstundis eisini at royna at tryggja, at galdandi ásetingarnar í sáttmálanum millum Arbeiðsgevarafelagið og Flogskiparafelagið verða hildnar í uppsagnartilgongdini. Í nýggju nevndini hjá Flogskiparafelagnum sita Rúni Højgaard, formaður, Hans Christian Petersen, Johan í Niðristovu og Thomas Bo Petersen. Í dag sleppa fólk aftur í føroysku fólkakirkjurnar. Tær 60 fólkakirkjurnar í Føroyum hava verið stongdar í næstan tveir mánaðir orsakað av COVID 19. Avmarkingar eru settar á, nú føroyingar aftur sleppa í kirkju sum vant sunnudagar. Í teimum stóru kirkjunum sleppa í mesta lagi 100 fólk til gudstænastur, jarðarferðir og brúðarvígslur Í teimum miðalstóru fólkakirkjunum sleppa í mesta lagi 75 fólk inn, og í teimum smærru kirkjunum í Føroyum sleppa í mesta 30 fólk inn til kirkjuligar handlingar, upplýsir Fólkakirkjan. Nú kirkjurnar verða latnar uppaftur, verður heitta á fólk um, at hava sínar egnu sálmabøkur við, ella brúka sálmabókaappina. Í onkrari kirkju verða ørk løgd í kirkjuskipið við sálmunum á. Í Vesturkirkjuni verða tvær gudstænastur í dag, nú avmarking er á, hvussu nógv fólk sleppa til gudstænasturnar ein verður klokkan 11 og ein klokkan 13. Her í Kringvarpinum senda vit gudstænastu úr Hoyvíkar kirkju í útvarpinum klokkan 11, og í sjónvarpinum senda vit gudstænastu úr Christianskirkjuni klokkan 16. Italia fer skjótt at loyva ferðafólkum at koma inn í landið aftur. Stjórnin í landinum góðkendi leygarnáttina eina løgskipan, sum loyvir útlendskum ferðafólkum at koma inn í landið frá 3. juni. Í fyrsta umfari er løgskipanin tó bara galdandi fyri ES lond, sum eru við í Schengen samstarvinum. Tað skriva tíðindastovurnar hjá Reuters og Ritzau. Løgskipanin verður sett í verk í kjalarvørrinum á ætlanunum hjá landinum, at avtaka forboðini, sum vórðu sett í verk í mars fyri at tálma COVID 19 smittuspjaðingini. Italia er longu í ferð við at seta ferð á aftur samfelagið, millum annað tí, at stjórnin vil hava landinum ferð á aftur vinnuna og búskapin hjá landinum. Frá 3. juni sleppa fólk í Italia eisini at ferðast millum teir ymisku landslutirnar aftur. Forsætisráðharrin hevur tó roynt at halda eitt sindur aftur til tess at forða fyri, at smittan tekur dik á seg aftur. Í løgskipanini stendur, at heilsumyndugleikarnir í landinum fara at hava eitt vakið eyga við støðuni, og at myndugleikarnir kunnu draga í land aftur, tekur COVID 19 smittan seg uppaftur. Tveir bilførarar eru tiknir í Havn og ein í Klaksvík. Í tí eina førinum í Havn rendi ein bilførari á fleiri parkeraðar bilar. Blóðroyndir eru tiknar av øllum trimum bilførarunum, og løgreglan bíðar nú eftir svari. Um midnáttarleitið fóru tveir mans til hendurs á einum skeinkistaði í Havn. Teir eru skuldsettir fyri brot á politiviðtøkurnar og kunnu vænta sær eina bót. Løgreglan hevur eisini tikið ein bilførara fyri at koyra ov skjótt í óbygdum øki á Skálafjørðinum í nátt. Bilførarin kann vænta sær eitt klipp í koyrikortið. Vakthavandi á politistøðini sigur, at tað merkist, at samfelagið er latið upp aftur. Landsstýrið hevur mælt til, at skeinkistøðini steingja klokkan 22, men tey hava haft longri opið. Í Klaksvík og í Runavík lótu skeinkistøðini aftur millum klokkan 12 og 1 í nátt. Vakthavandi visti ikki at siga, nær skeinkistøðini í Havn lótu aftur, men tað var í øllum førum eftir klokkan 22. KÍ vann á útivølli í gjár 2 1 á TB. Jóannes Bjartalíð skoraði bæði málini hjá KÍ, og Rógvi Joensen skoraði málið hjá TB. Avgerðin fall ikki fyrr enn í seinastu løtu í dystinum, tá KÍ fekk brotsspark. Í sendingini Bólturin, sum verður send beint eftir tíðindini, verður fylgt við øðrum umfari í fótbólti. Súni Merkisstein og Jóannes Jacobsen siga frá dystinum millum ÍF og HB. 327 Hin signaða dag vit síggja fró 255 Vár Guð er føst og haldgóð borg 417 Eg haldi saman hendur, Guð 323 O, kristni tú alt 694 Nú strýkur vár um heimlandsvøll Theodor Eli Dam Olsen prestur prædikar, Hans Jón Thomsen er deknur, við orglið situr Albert Pætursson og klokkari er Berit Unn Petersen. Loftferðslumyndugleikarnir í Evropa hava síðani fyrst í mars skrásett floghavnir, har serliga stórur vanda hevur verið fyri at verða smittaður við COVID 19. Listin varð fyrstu ferð útgivin 13. mars. Tá vóru ongar floghavnir í Evropa á yvirlitinum hjá loftferðslumyndugleikunum, men tríggjar dagar seinni vóru 11 floghavnir í Evropa komnar á listan. Allar 11 floghavnirnar á reyðalistanum hjá EASA vóru støð, har serliga stórur vandi var fyri at verða smittaður. Hetta vóru floghavnir í Norðuritalia, Fraklandi, Eysturríki, Týsklandi og Spania. Vága Floghavn hevur í trimum umførum staðið á reyðalista hjá evropeisku loftferðslumyndugleikunum síðstu tveir mánaðirnar, síðani byrjað varð at skráseta og útgeva listan. Loftferðslumyndugleikarnir í Evropa hava hava hetta tíðarskeiðið útgivið reyðalistan tilsamans tólv ferðirnar, skrivar danska heimasíðan, check in.dk Vága Floghavn kom fyrstu ferð á reyðalistan hjá EASA 30. mars, og stóð á reyðalistanum til 18. apríl, tá floghavnin varð tikin av listanum yvir floghavnir, har smittuvandin í Evropa var serliga stórur. Regin Jakobsen, stjóri í Vága Floghavn, sigur við útvarpið, at hann kennir ikki ítøkiligu orsøkina, men hann heldur, at orsøkin kann vera, at smittutalið í Føroyum var so stórt eitt tíðarskeið. Regluliga ferðafólkaflúgvingin til og úr Føroyum um Vága Floghavn steðgaði 17. mars. Eftir tað flugu fimm flogfør seinastu føroyingarnar heim áðrenn flúgvingin so at siga steðgaði. Landið boðar í dag frá, at 87 fólk eru deyð seinasta samdøgrið. Hetta er tað minsta talið í tveir mánaðir, vísa nýggjastu tølini hjá sponsku heilsumyndugleikunum. Tað skrivar tíðindastovan hjá Reuters. Fyrradagin doyðu 102 fólk av COVID 19 í Spania, og so lítið hevur talið ikki verið í gott og væl tveir mánaðir. Tá ringast stóð til, doyðu umleið 900 fólk um dagin av COVID 19 í Spania, tað var fyrst í apríl. Tilsamans 27.560 í Spania eru nú deyð av COVID 19. Eingin hevur fingið staðfest COVID 19 í Føroyum seinasta samdøgrið, og sostatt eru 25 dagar, síðani tann seinasti tilburðurin varð staðfestur. Í gjár vórðu 26 kanningar gjørdar, og nú eru tilsamans 8.863 fólk í Føroyum kannað fyri COVID 19, upplýsir landslæknin í dag á heimasíðuni, corona.fo Fyrsti tilburðurin í Føroyum varð staðfestur 3. mars. Tá ringast stóð til, vóru 102 fólk í Føroyum smittað samstundis. Tað var 23. mars. Liggur ein leikari á vøllinum og hevur brúk fyri viðgerð, er tað heilsumyndugleikin hjá liðnum sum eigur heilsufakligu avgerðina um útskifting. Elmar Ósá, læknasamskipari hjá Fótbóltsambandi Føroya og lækni hjá A landsliðnum sigur, at tað vil undir ongum umstøðum vera leikarin, venjarin ella dómarin sum skal gera av, um ein skaddur leikari skal halda fram at spæla. Venjarin hjá TB , Michael Winter, sigur við facebook síðuna hjá TB, at Frederik Mehder er innlagdur og minnist ikki dystin í gjár. Tað var í gjár, at málverjin hjá TB, Frederik Mehder í yvirtíðini fekk ein snudd í høvdið. Hann lá í nakrar minuttir og fekk fekk viðgerð. Alt bendi á, at hann skuldi skiftast út. Tá dysturin varð bríkslaður av kom ræðsla í fjøldina. Frederik Mehder lá aftur á vøllinum og støðan sá hættislig út. Fólk runnu fyri at koma honum til hjálpar og sjúkrabilur var skjótur á staðið. Farna vikuskiftið var tað KÍ leikarin, Jesper Brinck sum fekk ein snudd í høvdið, tá hann brast saman við málverjanum, Kristian Joensen. Bolero í mai hevur 3 tema undir høvuðsyvirskriftini Fagnaður vit lurta eftir tónlist, ið er skrivað undir ella er tengd at II Verðaldarbardaga, nú 75 ár eru liðin síðani kríggið varð av, 2020 er Beethoven fagnaðarár nú 250 ár eru liðin síðani hann varð borin í heim, og tað er Jóhannes Andreasen, ið velur yndis verk eftir Beethoven, og at enda fagna vit várinum. Knút Háberg Eysturstein, tónleikafrøðingur, fer í fimm sendingum á eina spennandi ferð gjøgnum søguna hjá diskotónleikinum. Høvuðsdentur verður lagdur á alternativan undirgrundsdiskotónleik. Í aðru sending verður blómandi disko tíðarskeiðið frá 1974 til 1979 umrøtt. Fyrrverandi amerikanski forsetin, Barack Obama, hartar nú USA fyri COVID 19 handfaringina hjá landinum. Tað hendi í eini beinleiðis sjónvarpssending um vikuskiftið, sum vardi í tveir tímar, skrivar tíðindastovan, AFP. Obama heldur, at korona farsóttin í USA í seinastuni hevur víst, at fleiri, sum eru í starvi hjá amerikansku stjórnini, ikki vita, hvat tey gera. Nógv av teimum tykjast heldur ikki at vera ábyrgdarfull, sigur hann, uttan at hann tó ítøkiliga nevnir, hvørji starvsfólk í stjórnini, hann sipar til. Í síðstu viku kom tó ein samrøða millum Obama og fyrrverandi starvsfólk hjá stjórnini í ljósmála av gáloysni á heimasíðuni hjá Yahoo News. Bersøgna útsøgnin hjá Barack Obama er higartil mest ágangandi atfinningin, sum Obama hevur sett fram ímóti Trump og hansara stjórn, skrivar CNN. Í beinleiðis sjónvarpssendingini um vikuskiftið leggur Obama eisini dent á, at rasuskilnaðurin í USA er vorðin enn meira týðiligur síðani koronakreppan tók dik á seg. Útsøgnin hjá Barack Obama er eitt tekin um, at hann ætlar sær at taka lut í komandi valstríðnum í USA, skrivar tíðindastovan, Associated Press. Obama lovaði í sjónvarpssendingini lesandi, at hann fer at brúka so nógva tíð og orku, sum yvirhøvur gjørligt, at reka valstríð fyri Joe Biden. Joe Biden var varaforseti, tá Obama var forseti í USA. Biden er forsetavalevni hjá Demokratunum, og fer at bjóða Donald Trump av á forsetavalinum í november. Tann 70 ára gamli Heri Nolsøe verður í Meg minnist komandi sunnudagarnar. Hann arbeiddi í Føroya Sparikassa, til hann var 60 ára gamal. Hansara virkisøki var serliga innan menning av elektróniskum og øðrum tænastum. Frá ungum árum spældi Heri Nolsøe fótbólt í HB. Tað gjørdi pápin eisini. Niels Pauli Nolsøe var av Tvøroyri og kom ungur til Havnar. Eitt arbeiðspláss hansara var Skipafelagið Føroyar. Mamman var Emely, dóttir Víkar Rasmus í Fuglafirði. Hon arbeiddi á Bacalao og var nevndarlimur í Havnar Arbeiðskvinnufelag saman við eitt nú Andreu Árting. Elmar Ósá, læknasamskipari hjá FSF og lækni hjá A landsliðnum greiðir frá hvussu mannagongdin er, tá illgruni er um heilaskjálvta. Heilsumyndugleikin skal fyrst og fremst gera eitt eftirlit, tá hann kemur inn á vøllin til skadda leikaran. Hann fær 3 minuttir at gera hesa metingina. Heilsumyndugleikin hevur ábyrgd og myndugleika at biðja um útskifting, um hann ikki kann svara noktandi til allar niðanfyristandandi spurningar. 1 Liggur spælarin uttan at røra seg 2 Hevur hann trupulleikar við javnvágini 3 Er leikarin ørvitisligur 4 Hevur hann eitt tómt eygnabrá 5 Hevur hann ein ógvusligan andlitsskaða Kann heilsumyndugleikin svara játtandi til ein av spurningunum, so skal leikarin av vøllinum og ikki inn aftur, sigur Elmar Ósá, lækni. Kann heilsumyndugleikin svara noktandi til allar spurningarnar, fer hann víðari í mannagongdini, sum er at seta leikarunum ítøkiligar spurningar. Kanningar vísa, at 25 av leikarum við heilaskjálvta fara ov skjótt í gongd aftur. Tað kann føra til stórar trupulleikar, sum tú kemur at stríðast við í fleiri mánaðar ella ár. Elmar Ósá greiddi frá hesum í sendingini, Bólturin, í samband við, at tveir leikarar hava fingið skaða í høvdið, men spælt víðari. 0 1 Andreas Jacobsen 1 1 Finnur Justinussen 2 1 Sjálvmál Hjalti Strømsten 3 1 Sølvi Vatnhamar brotsspark 3 2 Jan Ingason Hansen 4 2 Lukasz Cieslewicz 5 2 Gunnar Vatnhamar Shetland Coast Guard fann í nátt seglbátin Camalui, sum var á veg úr Haugesund í Noregi til Hetlands, haðani hann so skuldi til Føroya. Ein maður, ein føroyingur, er umborð. Bátur og maður vórðu funnir í øllum góðum. Teir eru nú á veg til Hetlands. Camalui skuldi koma til Hetlands fríggjadagin, men kom ikki. Samband fekst ikki við bátin, og í gjár varð farið at leita. Ringt veður og tung alda millum Noregs og Hetlands gjørdi, at Camalui rak aftur móti Noregi. Camalui er skrásettur í Vejle í Danmark. Meirilutin tekur ikki undir við uppskotinum um eykajáttan hjá Tjóðveldi, sum vil lata Symfoniorkestrinum og musikkskúlunum 3,5 milliónir krónur afturat í ár, tríggjar milliónir til musikkskúlarnar og hálva millión til Symfoniorkestrið. Meirilutin sigur, at í ár eru settar av 14,9 milliónir krónur til musikkskúlarnar og 1,7 milliónir krónur til Symfoniorkestrið. Og tað eiga vit at halda fast um, sigur meirilutin í Fíggjarnevndini. Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin taka undir við uppskotinum um eykajáttan, tí bíðilistarnir hjá musikkskúlunum eru langir. Har eru í løtuni yvir 800 børn og ung. Symfoniorkestrið hevur brúk fyri fleiri pengum, so tað kann geva tónleikarum eina rímiliga samsýning, siga Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin. Ruth Vang í Framsókn sigur, at hon tekur støðu í tingsalinum. Munurin millum inngjøld og útgjøld til Barsilsskipanina er 8,1 millión, og tvær milliónir fara til TAKS, sum umsitur skipanina. Eisini í ár verður hall. Tað verður 700.000 krónur størri enn næsta ár, vísa tøl, sum Vinnunevndin hjá løgtinginum hevur fingið frá Umhvørvis og Vinnumálaráðið. Tað hevur verið frammi fyrr, at neyðugt er at hækka inngjaldið til Barsilsskipanina, skal hon ikki fara av knóranum. Barsilsskipanin hevði somuleiðis hall í fjør. Tað var seks milliónir, tá umsitingargjaldið til TAKS er talt við. Samgongan og Sjálvstýri taka ikki undir við uppskotinum um eykajáttanarlóg hjá Tjóðveldi, sum vil lata tríggjar millónir afturat í ár til føroyska veðurtænastu, Eingin veðurfrøðingur er hjá Vørn, og tí keypa føroyingar millum annað veðurfrásagnir úr Danmark fyri næstan tvær milliónir krónur um árið. Andstøðan í Fíggjarnevndini sigur, at veðurmenningarbólkurin, sum kom við frágreiðing í 2019, sigur, at tað kostar tríggjar milliónir krónur um árið at menna eina veruliga føroyska veðurtænastu. Tá fólk koma á serbreytina, hyggja vit at styrkjum og veikleikum hjá hvørjum næmingi. Síðani leggja vit eina ætlan eftir tí, sigur Katrin Olsen, ið er samskipari á serbreytini. Undirvíst verður í smáum bólkum, bæði í vanligum lærugreinum á hóskandi stigi, í sosialum førleikum, at duga at handfara egið lív, fólkaræði, samstarv, dannilsi, og so framvegis. Har eru nógv, sum ikki fáa neyðuga matin, tey hava tørv á, sigur Randi Meitil, lærari á Glasir og limur í Bolivia hjálparbólkinum. Tað hevur annars verið siðvenja síðani 2010, at næmingar á Glasi skræða ein skúladag úr álmanakkanum og ístaðin arbeiða. Dagslønirnar verða savnaðar saman og sendar til skúlan í Quchis í Bolivia. So var eisini í ár. Men av tí at støðan er vorðin so álvarsom í býnum, har útgongubann er savna tey hesa vikuna pengar, sum skulu hjálpa teimum familjum, sum eru ringast fyri í býnum. Sambært kunngerðini, sum kom í gildi fríggjadagin, fáa skip, sum høvdu loyvi til at fiska svartkjaft í 2018 ella 2019, burtur av felagskvotuni. Tað gera fólk og feløg eisini, sum í ár hava rætt til at fiska svartkjaft, men ikki eiga skip, sum hevði fiskiloyvi í 2018 ella 2019. Tað er ákæruvaldið sum hevur slept neyðtøku, eftir at málið er umrøtt í rættinum í nøkrum umførum. Tað hevur ikki verið loyvt at endurgeva tað, sum fór fram í rættinum Men í dag var dómsviðgerðin, og tá var forboð ikki sett fyri at endurgeva. Tað var av tilvild, at málið kom undan kavi, og endaði sum eitt mál um neyðtøku. Tað var á heysti í 2016, at nøkur ungfólk vóru saman í eini íbúð í miðbýnum í Havn. Tey høvdu drukkið og høvdu eisini tikið evnið, ritalin. Tey spældu eitt spæl, sum hevði við sex at gera. Tað gjørdi, at tey ungu fóru longur og longur, tá tað snúði seg um sex. Trý av fólkunum vóru saman, og tann eina gentan, sum var aftrat, var 17 ára gomul, tá hendingin fór fram. Málið varð ikki meldað til løgregluna, men løgreglan fekk at vita um hendingina, tá hon í fjørvár kannaði onnur viðurskifti. Og haðani spratt illgrunin um neyðtøku, sum hini trý vórðu ákærd fyri. Men avhoyringar í rættinum høvdu við sær, at ákæruvaldið slepti ákæruni um neyðtøku, og broytti tað til samlegu og aðra kynsliga samveru enn samlegu við ein persón, sum er í einum standi, har viðkomandi ikki er før fyri at verja seg ímóti gerðini. Ákærin segði í dómsviðgerðini fyrrapartin, at undir skerpandi umstøðum, áttu tey bæði at verða dømd 6 8 mánaða fongsul, men undir linari umstøðum, eigur dómurin at vera 4 6 mánaðir. Verjarnir hjá teimum báðum kravdu frídøming, og í mesta lagi treytaðan dóm. Báðir vístu á, at tann tá 17 ára gamla gentan ikki var trýst til nakað sum helst, men virkin í øllum tí sum fór fram í lítlu íbúðini í morgunballinum. Og so løgdu teir dent á, at málið ikki var meldað í 2016, tað er ikki 17 ára gamla gentan sum hevur meldað, men at málið kom undan kavi av tilvild í øðrum viðurskftum í 2019. Eftir ætlan fellur dómur í málinum mánadagin. Hervør Pálsdóttir, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi vil hava, at tað skal ásetast við lóg, hvør eigur evstur ábyrgd av teimum heimleysu. Tí hevur hon lagt eitt uppskot fyri løgtingini um at plasera ábyrgdina fyri teimum heimleysu. Gunnvá Zachariasen fæst við sjónleik, Rakel Helmsdal skrivar bøkur og Silja Strøm fæst við myndlist. Faknevndir, tvey fólk vóru í hvørjari, grundgóvu fyri, at júst tær tríggjar skuldu fáa listafólkaløn. Elin vitar, hvussu sær út og hevur sæð út í Svøríki. Hvussu hevur politiskt átaksarbeiði verið, og hvussu arbeiða politiskir flokkar í dag við at ávirka í sosialum miðlum Northwest Pelagic hevur keypt skipið, sum framvegis eitur Jupiter, frá Driftini í Gøtu fyri 38 milliónir krónur. Jupiter er bygdur í Noregi í 1994. Hann hevur í løtuni einki fiskiloyvi, men Northwest Pelagic eigur Norðhavið, sum skal seljast uttanlands. Norðhavið er leigað til Curacao í Karibia. Í løtuni eru tvey feløg, sum ala og skera tara. Í fjór vórðu 40 45 tons av tara í vátari vekt skorin og seld. Hetta svarar til umleið 4 4,5 tons í turrari vekt. Tað er nakað tað sama, sum í 2018 Tað mesta varð útflutt til ES lond, til matvøruframleiðslu og til fóður, meðan ein minni partur varð framleiddur og seldur í Føroyum, sum turkaðir úrdráttir til matna bæði til føroyingar og ferðafólk. Í desember lýsti Heilsufrøðiliga Starvsstovan fimm aliloyvi til tara leys at søkja á útvaldum støðum. Hetta hevur væntandi við sær, at framleiðslan kann økjast munandi komandi árini. Í løtuni er eingin vistfrøðilig góðkenning til føroyska taraaling. Tí er tað trupult at selja taraframleiðsluna til teir bestu altjóða marknaðirnar, og vinnan missir kundar, sigur Havbúnaðarfelagið í ársfrágreiðingini. Henda lítla og vakra bygdin í Vágum verður fyrstu ferð nevnd í Hundabrævinum frá 1300 talinum. Søgnin sigur, at Gæsa kom úr Kirkjubø, har hon hevði mist jørðina, tí hon hevði etið kjøt í føstu. Eftir tað búleikaðist hon í Gásadali. Fyri nøkrum árum síðani fekk bygdin fast samband við tunnli, og tað hevur broytt nógv. Fyrsta fólk vit møta tá vit koma til bygdina er klaksvíkingurin Heðin Olsen, sum er komin Gásadals eftir vatni til nýggju ølina hjá Føroya Bjór, ið hevur fingið navnið Múlafossur eftir kenda fossinum í Gásadali. Maltið til ølina kemur eisini úr Gásadali. Gásadalsgarður er matstova, sláturhús og mangt annað. Katrin og Poul Fagraklett og børnini eiga matstovuna. Tey brúka egið tilfeingi til matin og her kunnu fólk eisini keypa sær kaffi og køku. Katrin sigur, at øll tann útlendska vitjanin í ár er avlýst orsakað av koronasmittuni, men tær flestu avtalurnar eru fluttar til næsta ár. Nú eru tað føroyingar, sum vitja her. Og í túninum í Gásadalsgarði møta vit Duritu Várlíð Heinesen, sum saman við øðrum júst hevur gingið upp um fjallið eftir gomlu bygdagøtuni. Hon letur væl at túrinum. Karl Mikkelsen var seinasti postmaður, ið gekk við posti upp um fjallið. Hann sigur, at hann hevði nógvar góðar túrar, men hann minnist eisini onkran serliga ringan túr, tá hann mátti leggja seg niður í ódnarveðri og kortini fleiri ferðir varð tikin av gøtuni. Familjan hjá Karl hevði postin Í fleiri ættarlið, og Karl tók við fyrst í nítiárunum eftir mammubeiggjan Solberg Henriksen. Karl sigur, at tunnilin er tað allar besta sum er hent fyri bygdina. Hjúnini Ann Dam Árnastein og Gisli Hraunfjord Jónsson og børnini hava búð í Gásadali í nøkur ár. Ættin hjá henni er úr Gásadali og hann er íslendingur. Ann er útlærd sum feldskeri og designari og hon virkar ymsar lutir úr føroyskum seyðaskinnum og føroyskari ull. Í koronatíðini hevur lítla sølubúðin í kjallaranum hjá Ann verið stongd, men nú fer hon at lata upp aftur. Gisli hevur landnámshønur. Hann sigur at hetta er tað slagið, sum upprunaliga hevur verið í Føroyum. Tær eru smáar, litríkar og tær verpa væl. Áhugin at fáa hønur frá Gisla er stórur. Tað er nokk ikki ov nógv sagt, at 77 ára gamla Petra Joensen er vorðin ímyndin av Gásadali. Petra býr einsamøll í fyrstu húsunum tá tú kemur til Gásadals. Nógv kenna hana frá sjónvarpssendingum, har hon millum annað hevur verið til neyta og hevur spælt á harmoniku. Hon greiðir frá húsunum í bygdini tá hon var ung. Petra heldur, at ansurin fyri tí gamla hevur verið alt ov lítil og úrslitið er eisini har eftir. Alt ov lítið av tí gamla er varðveitt. Nú eru nøkur ár síðani kúgvin varð dripin, men framvegis spælir Petra á harmoniku og tað hoyra vit í sendingini. Heimaseyðurin hjá Pól Sigmundi Mikkelsen lembir seint. Men á Víkum, har meginparturin av hansara seyði gongur, roknar hann við at lembingin er komin væl áleiðis. Enn hevur hann kortini ikki verið har í lembingini, tí seyðurin passar seg sjálvan og tað riggar væl, sigur Pól Sigmund. Hann plagar at fara á Víkar einaferð í lembingartíðini. Og tá avtornar, plagar at vera eitt lamb fyri hvørja ær. Vanliga er seyðurin frískur og væl fyri, og um heystið er skurðurin á Víkum millum teir allar bestu í landinum. Tað er ikki óvanligt at miðalvektin fyrii lombini eru 37 pund. Unga havnarkvinnan Rakul Hamrá er fyri kortum flutt til Gásadals. Hon er hálv úr Gásadali og er komin nógv higar í uppvøkstrinum, og henni hevur altíð dámt væl her. Hon skilir væl at nógv fremmand ferðafólk koma til Gásadals, tí bygdin er nakað heilt serligt fyri fólk úr stórbýum. Nógvir útlendingar koma serliga fyri at síggja Múlafoss, tí tey hava sæð mynd av honum á teimum sosialu miðlunum. Samstundis sum fossurin er vakur, er hann lættur at koma til. Koks varð hart rakt av Korona farsóttini, tí meginparturin av gestunum eru útlendingar. Men nú fer manningin handan Koks at bjóða seg fram fyri føroyingum við matstovuni Roks, sum tó bara verður opin í summar Fleiri deyðir seyðir liggjast og sløðast á einum øki í Oyndarfirði, meðan aðrir eru serstakliga illa fyri. Í dag fóru myndugleikarnir á staðið at kanna málið 13 onnur uppsjóvarskip hava higartil fingið loyvi at fiska svartkjaftin, sum annars var ætlaður til vinnuligar royndir og verkætlanir. Kvotan er góð 41.000 tons. Skipini fáa 3.000 tons hvørt, men talan er um felagskvotu. Skipini kunnu fiska svartkjaftin í føroyskum sjógvi, ES sjógvi og í NEAFC skipanarøkinum. Miðalstuðulin er 54.907 krónur. Størsti stuðulin er 230.250 krónur. Tann minsti er 4.421 krónur. Stuðulin til fastar útreiðslur hjá fyritøkum er stigvísur. Tær fyritøkur, sum missa 60 til 100 prosent, fáa 75 prosent aftur úr landskassanum. Er afturgongdin 40 til 60 prosent, er stuðulin 50 prosent. Stuðulin er í mesta lagi 80.000 krónur um mánaðin. Stuðul verður ikki latin til fastar útreiðslur, sum eru minni enn 6.000 krónur um mánaðin. Fýra undangóðkend toymi hava gjørt uppskot um heildarætlan fyri Stórutjørn. Í tí eina toyminum eru Fuglark, Biosis, Urban Creators og HMP Consult. Í einum øðrum eru Henning Larsen North Atlantic, PB Consult og Rambøll, í einum toymi eru MAP, Spenn, PB Consult og síðani eru SNA, Holscher Nordberg, LBF og SMJ saman í einum toymi. Økið er 800.000 fermetrar, og tað er millum Klingruna fyri sunnan, vinnuøkið á Hjalla fyri norðan, býlingin Inni á Gøtu fyri eystan og haga fyri vestan. Amerikanski forsetin, Donald Trump, vil hava broytingar í Heimsheilsustovninum, WHO, í seinasta lagi um ein mánað, annars gevst USA at rinda til stovnin Tað eru greiðu boðini, nú World Health Organization hevur ársfund umvegis netið. Síðani miðskeiðis í apríl hevur Donald Trump ikki vilja goldið stovninum pening. Trump hevur skuldsett WHO fyri at hava virkað til fyrimuns fyri Kina, tá koronavirusið tók seg upp í Wuhan, um ársskiftið, og tær atfinningarnar heldur amerikanski forsetin fast um. Vera ikki stórar broytingar gjørdar í Heimsheilsustovninum teir næstu 30 dagarnar, so fari eg at syrgja fyri, at amerikanska gjaldið til stovnin verður steðgað, og eg fari at mæla til, at USA tekur seg úr WHO, sigur forsetin í einum brævi til stovnin. Hann skuldsetur eisini stovnin fyri at hava givið skeivar upplýsingar um støðuna í Kina, tá koronavirusið tók seg upp, og hann skuldsetur WHO fyri ikki at vera nóg atfinningarsamt ímóti Kina. Einasti møguleiki fyri stovnin er at hann vísir óheftni mótvegis Kina, og í okkara stjórn er longu orðaskifti um, hvussu stovnurin kann broytast. Men neyðugt er við eini skjótari avgerð, tí tíðin rennur undan, skrivar Trump í brævinum. Donald Trump vil millum annað hava stovnin at gera eina óhefta kanning av koronavirusinum, hvussu virusið breiddi seg í Wuhan, og hvussu WHO handfór kreppuna frá byrjan. Tá ársfundurin hjá Heimsheilsustovninum byrjaði í gjár, segði kinesiski forsetin, Xi Jinping, seg taka undir við eini óheftari kanning av koronavirusinum, men tað kann ikki gerast fyrr enn tamarhald er á støðuni. Trump legði dent á, at Kina ongantíð hevur dult nakað, og at landið er sinnað at játta 13,8 milliardir krónur í tvey ár, til stríðið ímóti COVID 19 virusinum. Hann hevur fleiri ferðir skuldsett Kina fyri at hava roynt at dylja koronavirusið, Donald Trump sigur seg vera sannførdan um, at virusið kann vera komið av eini kanningarstovu í Wuhan, og síðani smittað fólk. Tað hava bæði Kina og amerikanska fregnartænastan víst aftur. USA letur Heimsheilsustovninum 400 milliónor dollarar um árið, og eygleiðarar siga seg bera ótta fyri framtíðini hjá stovinum, um USA tekur stuðulin aftur, skrivar Berlingske. Djóni Højgaard var formaður í ráðnum. Ráðið skipar seg sjálvt. Sambært heimsíðu ráðsins er tað ikki gjørt enn, tí har eru tveir limir í ráðnum, Ester Hansen og Sigurð Poulsen. Kate Sanderson er tilnevnd sum sendikvinna í London, og Halla Nolsøe Poulsen sum sendikvinna í Reykjavík. Kate Sanderson er 59 ára gomul. Hon hevur arbeitt í landsfyrisitingini síðan 1986. Hon var fyrsti stjóri í NAMMCO, Norðuratlantsnevndini fyri umsiting av havsúgdjórum, 1993 1998. Kate Sanderson hevur umboðað Føroyar í ymsum millumlanda samstarvi og samráðingum, millum annað sum sendinevndarleiðari og samráðingarleiðari. Halla Nolsøe Poulsen er 42 ára gomul, og hevur arbeitt í Uttanríkistænastuni síðani í 2005. Árini 2007 2016 var hon í starvi hjá Norðurlandaráðnum. Síðani 2016 hevur Halla verið aftur í starvi í Uttanríkistænastuni, har hon millum annað hevur verið umboð Føroya í Norðurlendsku Samstarvsnevndini undir Norðurlendska Ráðharraráðnum. Harumframt hevur hon verið forkvinna í BREXIT bólkinum hjá landsstýrinum. Halla Nolsøe Poulsen tekur við sum sendikvinna í Reykjavík 1. september 2020. Áki Johansen hevur verið sendimaður í London síðani 2015, og Petur Petersen hevur verið sendimaður í Reykjavík síðani 2015. Teir fara aftur í starv í Uttanríkistænastuni heima í Føroyum, tá nýggju sendikvinnurnar taka við. Fordómarnir um søldfirðingar eru nógvir. Terningar í bilrútinum, oljudálkaðar fingrar og permanentað hár og rokkur frá áttatiárunum í háltalaranum. Men Jonna Gaardbo er undantakið, tí meðan koronakreppan hevur gjørt, at hon hevur sitið nógv heima, so hevur hon brúkt høvið til at finna nýggjan tónleik, sum hon hevur deilt við vinum á sosialu miðlunum. Skipið setti í november 1895 kós móti Amerika úr Skotlandi men ein illveðursdag kom eldur í skipið, og teir settu kós móti Skotlandi. Skipið endaði í Føroyum, og fór á land á Stóraboða í Søltuvík. 29 mans vóru umborð. Bert einum var lív lagað. Hann rak á lastalúku í 14 tímar og varð bjargaður í Kirkjubø. Lastalúkan verður í dag brúkt sum borð í gomlu húsunum í Kirkjubø. Vrakið varð funnið í 1970 unum. Og um aldarskiftið eydnaðist kavarum at fáa fatur á akkerinum, sum liggur í Søltuvík við síðuna av minnisvarðanum. Her er samrøða við Andrias Joensen um kavingina. Myndatólið kundi eisini taka video. Soleiðis sær tað út. Í ítróttarhandlinum Sport 24 í Havn hava tey úr at gera. Økti útlendski áhugin fyri føroyskum fótbólti ger, at tað er stórur eftirspurningur eftir fótbóltstroyggjunum í Betri deildini. Vit fáa bíleggingar úr øllum heraðshornum millum annað Spania, Belgia og Amerika, sigur Petur Sólbjørnsson Thomsen, sum arbeiðir í Sport 24. Tað er serliga ein ávís troyggja av einum ávísum spælara, sum gongur væl. Talan er um Adrian Justinussen úr HB, við nummar sjey á rygginum. Orsøkin til at tað júst er Adrian, ið er nógv umbiðin, er møguliga orsaka av, at sjónvarpið í Norra gjørdi nógv burtur úr at lýsa bóltsnillingin í HB, sigur Petur. Runavíkar kommuna fær eina harðliga átalu frá Løgtingsins umboðsmanni fyri ikki at svara sínum egnu borgarum ella felagnum Heimafriði upp á klagur um larm frá skipum, sum liggja við kai. Tað er heldur ikki í trá við góðan fyrisitingarsið, at ein kommuna kallar sínar borgarar kverulantar , skrivar Løgtingsins umboðsmaður í sínari niðurstøðu. So hvassorðaður er Løgtingsins umboðsmaður, sum nú gevur felagnum Heimafriði viðhald í, at Runavíkar kommuna ikki hevur hildið seg til góðan fyrisitingarsið í handfaringini av fráboðanum og klagum frá bæði borgarum og felagnum um larm frá skipum, sum liggjan við kai í Runavík. Heimafriður kærdi Runavíkar kommunu til Løgtingsins umboðsmann í 5. september í fjør. Klagað varð um, at Runavíkar kommuna ikki svarar skrivum frá hvørki borgarum ella Heimafriði. Klagað var eisini um, at kommunan ikki vil samskifta við Heimafrið um trupulleikarnar, sum standast av óljóði og øðrum frá skipum, sum liggja við bryggju í kommununi. Í klaguni verður ført fram, at Heimafriður javnan sendur klagur, upplýsingar og fundarumbønir til Runavíkar kommunu, men hvørki avvarðandi borgarar ella felagið fáa nakað svar frá Runavíkar kommunu. Heimafriður skrivar eisini í klaguni, at felagið má ásanna, at hvørki borgarar í Runavíkar kommunu ella Heimafriður verða hoyrdir ella virdir av Runavíkar kommunu. Í fimm av 16 førum, sum Heimafriður vísir á í kæruni, hevur kommunan tó váttað fyri móttøkuna av klaguni ella skrivinum. Men Løgtingsins umboðsmaður staðfestir, at tað er ikki nøktandi, at Runavíkar kommuna bara í nøkrum førum sendir móttøkuváttan og svar, og at kommunan uttan grundgeving ikki svarar klagum. Løgtingsins umboðsmaður hartar serliga Runavíkar kommunu fyri málbrúkið, sum verður brúkt um borgararnar í frágreiðingini, sum er send umboðsmanninum 25. september. Málbrúkið ber brá av vantandi virðing fyri bæði borgarum og klagaranum, sum er Heimafriður, og at kommunan ikki tekur trupulleikan við óljóði frá skipum í nóg stórum álvara. Eg haldi, at Runavíkar kommuna í frágreiðingini til mín, dagfest 25. september 2019, hevur eitt niðrandi málbrúk um klagaran, og farið verður út um mark fyri, hvussu ein myndugleiki eigur at málbera seg sambært góðum fyrisitingarsiði. Serliga er tað niðrandi, at kommunan kallar klagarar fyri kverulantar, ið hava tað til eitt slag av dagdvølju at órógva eina umsiting, skrivar Løgtingsins umboðsmaður. Í gjár vórðu 68 kanningar gjørdar, og eingin var sjúkur. Sostatt hevur eingin fingið staðfest smittu í teimum seinastu 2.661 kanningunum. 20 av 30 flogskiparum hjá Atlantic Airways eru í dag uppsagdir. Millum teir uppsagdu eru bæði formaðurin og næstformaðurin í felagnum hjá flogskiparunum. Tað váttar Johan í Niðristovu, nevndarlimur í Flogskiparafelag Føroya. Eyðfinnur Jacobsen, formaður í stýrinum fyri ALS, er sinnaður at viðgera málið av nýggjum í ALS stýrinum, um politiski myndugleikin metir, at innlit skal latast í, hvørjar fyritøkur hava brúkt serligu ALS skipanina í hjálparpakka eitt. Sambært Eyðfinni Jacobsen, er orsøkin tann, at innlit veitir ov nógvar upplýsingar um einstakar borgarar. Og tað er í stríð við bæði persónsupplýsingarlógina og lógina um alment innlit. Tað er ikki nakað, ið fótbóltsleikarin sjálvur tekur so tungt, men hann sigur, at um onnur vórðu nevnd við eyknøvnum fyri sítt brek, so hevði hann ikki hildið, at tað var í lagið. Felagsskapurin MEGD vísir á, at hóast søgan um Klæmint Olsen er ein sólskynssøga, so kann tað verða vandamikið at brúka eyknevni Franski forsetin, Emmanuel Macron, missir meirilutan í franska tinginum. Fleiri í hansara egna flokki eru rýmd úr flokkinum, og hava stovnað ein nýggjan bólk í undirhúsinum. Hetta merkir, at Emmanuel Macron nú hevur mist meirilutan í franska tinginum. Hann má tí leita sær stuðul úr hinum flokkunum, skal hann varðveita valdið. Tey, ið rýmdu, hava savnað seg í ein bólk, sum tey nevna Vistfrøði, demokrati og samhaldsfesti. Fleiri, sum vóru Macron nær, eru rýmd undan honum, og farin í nýstovnaða bólkin. Alsamt fleiri politikarar eru seinastu mánaðirnar rýmdir úr flokkinum hjá Emmanuel Macron. Tey eru ónøgd við arbeiðsháttin hjá Macron, sum verður skýrdur at vera einaræðiskendur. Flokkurin hjá Macron, La R publique En Marche, hevur bara 288 tingsessir, eftir at fleiri í dag eru rýmd úr flokkinum. Flokkurin manglar ein tingsess fyri at fáa meirilutan í tinginum aftur. Mentanargrunnur Landsins hevur latið listafólkalønirnar í ár Rakel Helmsdal fyri bókmentir, Silju Strøm til myndlist og Gunnvá Zachariasen fyri leiklist. Tær tríggjar fáa nú fasta løn í trý ár, so at tær burturav kunnu arbeiða við síni list. Rakel, Silja og Gunnvá vitja Nón, har vit tosa um, hvat tað hevur at týða fyri tær, hvør ætlanir tær hava, og vit nerta eisini við kjarnuna í teirra listargrein. Harumframt tosa vit við Ingun í Skrivarastovu, forkvinnu í Mentanargrunni Landsins, sum letur listafólkalønirnar, og Kinna Poulsen, listaviðmerkjari, metir um valið av teimum trimum. 16. mars boðaði løgmaður frá tí, ið vit í dag kalla hjálparpakka 1. Ein hjálparpakki, ið skuldi lofta teimum borgarum, ið mistu starvi sum avleiðing av stríðnum móti Korona. Í verandi løtu eru 2472 í serligu ALS skipanini, og í samrøðu við Sosialin í farnu viku segði Magni á Deild Olsen, stjóri í ALS, at í alt hava 4.700 fólk fingið útgjald frá serligu skipanini, og hevur skipanin higartil kosta stovninum 125 milliónir krónur. Men meðan stovnurin gjarna upplýsir nøkur høvuðstøl, so er verri at fáa innlit í hvørjar tær fyritøkur eru, ið brúka ella hava brúkt skipanina. Í avgerð at nokta innlit í upplýsingarnar skrivar ALS, at talan er um persónupplýsingar Tað er metingin hjá ALS, at upplýsingar um hvørjar fyritøkur hava brúkt serligu korona skipanina hjá ALS, sostatt er at sammeta við upplýsingar um hvørjir einstaklingar hava fingið stuðul úr skipanini. Noktandi svar upp á innlit hevur fingið millum annað Felagið Føroysk Miðlafólk at heita á politisku skipanina at tryggja gjøgnumskygni og opinleika. Rógvi Olavson, samfelagsfrøðingur, og Eyðfinnur Jacobsen, formaður í ALS stýrinum, kjakaðust um málið. Parlamentarisma Hvat hevur eyðkent stýriháttin her á landi undir korona Hvussu víkur hetta frá tí vanliga parlamentariska arbeiðnum Og hvat er vansin við at avgerðir verða tiknar í undantaksstøðu Hetta eru nakrir av teimum spurningum, ið vit viðgera við Bjørt Samuelsen, tingkvinnu fyri Tjóðveldi, og Hallbera West, ph.d. Í stjórnmálafrøði. Veiðiloyvir 35 Tað er serskatturin sum skal gjaldast, um tú endaliga vilt selja títt veiðiloyvi til at fiska, sum tú hevur fingið frá landinum. Umframt serskattin so skalt tú eisini rinda partafelagsskatt, og vanligan skatt. Tilsamans umleið 65 , sambært fíggjarmálaráðnum. Eftir dømunum, sum eru viðløgd í uppskotinum, er hetta rímiliga einfalt at síggja, hvat serskatturin er. Men í verðuliga lívinum er straks verri at síggja, hvørjum hesi 35 skulu takast av, um meira er tengt at søluni, enn bert eitt veiðuloyvi. Tað sigur Jóannes Jacobsen, búskaparfrøðingur. Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkin, Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, og Jákup Mikkelsen, formaður í Fólkaflokkin, kjakaðust um uppskotið í útvarpsstovuni. Luttakarar Eyðfinnur Jacobsen, Rógvi Olavson, Bjørt Samuelsen, Hallbera West, Aksel V. Johannesen, Bill Justinussen og Jákup Mikkelsen. Gjørt sendingina hava Tróndur Olsen og Elin Mirjamsdóttir. Hallur av Rana var redaktørur 45 flogternur eru sagdar úr starvi. Fyrr í dag komu boðini um, at 19 av 30 flogskiparum hjá Atlantsflogi eru sagdir úr starvi. Teirra millum fýra av fimm nevndarlimum í fakfelagnum hjá flogskiparunum. Jóhan í Niðristovu er einasti nevndarlimurin, sum enn er í starvi í Atlantic Airways. Formaðurin í føroyska flogskiparafelagnum, Rúni Højgaard, var millum teirra, sum í dag fekk uppsagnarbræv eftir meira enn 20 ár í starvi. Tað er alt ov fáar sengur til tey heimleysu á Herberginum í Havn, og tey, sum pláss ikki er fyri, enda ofta á medisinsku deild á Landssjúkrahúsinum. Tað kemur ikki so sjáldan fyri, at nógvur seyður doyr í raki ella av sjúku. Tað sigur lanbúnaðarfrøðingur, sum heldur, at seyðurin als ikki átti at verið úti um veturin. Landsstýrið tók í gjár knappar tríggjar milliardir krónur í láni. Umleið helvtin av upphæddini skal nýtast til at rinda aftur lán, sum fellur til gjaldingar 11. juni. Hin parturin, sum er 1,6 milliardir krónur, skal nýtast til at fíggja eitt væntað hall á fíggjarlógini í ár og næsta ár, orsakað av koronakreppuni. Eitt tvey ára lánsbræv og eitt fimm ára lánsbræv. Sølan var fyrrapartin í gjár, og hon gekk sera væl, skrivar Fíggjamálaráðið á heimasíðuni. Umframt hjá føroysku peningastovnunum, var áhugin eisini stórur hjá donskum peningastovnum og pensjónskassum. skrivar Fíggjarmálaráðið. Síðani Málteigurin byrjaði aftur síðsta heyst eru nógvir spurningar frá lurtarum, sum eru komnir inn á telefonnummar 224000, sum stundir ikki hava verið til at taka við. Hví eru so mong undantøk í mállæruni, nær byrjaðu føroyingar at tosa føroyskt, hví sigur man, at sólin sær, nær hevur var ð, eitur tað í ótíð ella úrtíð og er metur kvennkyn ella kallkyn fyri at nevna nøkur dømi um spurningarnar hesa ferð. Elin Henriksen, málkøn, svarar. Heilsufrøðiliga starvsstovan fer nú at greina 1.075 blóðroyndir fyri andevni móti korunu fyri at finna tað sonevnda myrkatalið fyri koronusmittuna í Føroyum. Nakað er síðani, blóðroyndnirnar vórðu tiknar, men tær kunnu nústani greinast, tí greiningartilfarið, sum er úr Kina, er ikki komið fyrr enn nú. Jóhannis Joensen vísir til Dimmalætting 28.februar, har stjórin á Nevinum í Runavík sigur, at í Íslandi hevur fleiri dagar gamal fiskur einki virði. Landsstýrismaðurin svarar millum annað, at Heilsufrøðiliga starvsstova hevur staðfest, at hagreiðingin, og tí eisini rávørugóðskan eru ikki góð í Føroyum, og í summum førum beinleiðis vánalig. Trupulleikarnir standast serliga av blóðgingini, aldrinum, hvussu fiskurin er ísaður og skiltur, nøgdini av fiski í hvørjum kassa, innrættingini umborð og handfaringini á landi. Kanningar, sum eru gjørdar seinastu árini, vísa, at góðskan á føroyskum ráfiski er versnað, og at til dømis íslendskur saltfiskur er batnaður, stendur í svarinum. Um tú hevur illgruna um, at alt ikki riggar rætt hjá grannanum, so kanst tú gera viðkomandi eina stóra tænastu, um tú bankar upp á og spyr, um alt er í lagi. Tað sigur Bjørghild Djurhuus, heilsufrøðingur. Nógv, ið vit gera er listarligt. Hetta er eitt kreativt fak. Tað sigur Ásla Breyt Danielsen, hárfríðkari. Ásla hevur gjørt eina spurnarkanning á sosiala miðlinum, Instagram, har hon millum annað spurdi fólk, hvat tey halda um kostaðin at gera hár. Út við túsund persónar tóku lut og 70 prosent svaraðu, at tey hildu tað vera ov dýrt at fara til hárfríðkara. Hárfríðkanarkvinnan greiðir frá, at endamálið var at lodda dýpið og fáa varpað ljós á starvið og fakið. Hoyr Áslu Breyt Danielsen greiða frá. Sjey spurningar eru til Helga Abrahamsen, landsstýrismann í umhvørvis og vinnumálum, tríggir eru til Bárð á Steig Nielsen, løgmann, og tveir eru til Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinnu í almannamálum. Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, skal svara trimum spurningum, Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, skal svara fýra, og Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis og mentamálum, skal svara seks fyrispurningum. Tingfólk spyrja landsstýrisfólk millum annað um korona og hjálparátøk, um sóttarhald, diabetesmiðstøð, vegagerð, Tjóðsavnið og um fjarskiftismál. Kom við á ferð í føroysku fjøllunum og náttúruni saman við Jens Jákupi Hansen, fotografi í Kringvarpinum. Teir ymisku túrarnir eru tiknir upp 1 1. Tað vil siga, at túrurin tekur ta tíðina, tú sært í upptøkunum. Negativa rentan gevur landskassanum 2,1 millión krónur, og tí landskassin skal bara rinda 1,3 milliardir krónur aftur, tá lánið fellur til gjaldingar um tvey ár, sigur Landsbankin. Lánsbrøv fyri slakar tríggjar milliardir vórðu seld fyrrapartin í gjár. Og sølan gekk væl. Hóast landskassin skal brúka tríggjar milliardir, løgdu keypararnir inn boð fyri 7,3 milliardir. Kate Sanderson og Halla Nolsøe Poulsen, sum nú eru settar sum sendikvinnur, eru seinastu sendifólkini, sum eru sett eftir verandi skipan. Ein nýggj skipan er á veg. Og fyrsta sendifólkið, sum verður sett eftir henni, verður sendifólkið í Ísrael, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður. Og tá tey eru liðug sum sendifólk, fara tey aftur í uttanríkistænastuna við teirri vitan og teimum royndum, tey fingu sum sendifólk. Tyrludeildin hjá Atlantic Airways hevur eina tyrlu við manning á varðhaldi alt samdøgrið 365 dagar um árið til leiting, bjarging og sjúkraflutning. Herfyri varð eitt stórt mál rokkið, tá ið allir seks bjargararnir, ið eru knýttir at SAR HEMS Search og Rescue Helicopter Emergency Medical Service , fyri stuttum vórðu góðkendir til at viðgera sjúk og skadd fólk við nýtslu av heilivági. Tað er Deildin fyri arbeiðs og almannaheilsu, ið hevur undirvíst og góðkent teir seks bjargararnar, sum nú eftir egnari meting kunnu nýta trý sløg av heilivági í viðgerð av sjúkum og skaddum fólki. Fyri tyrlutænastuna er hetta størsti dagurin, síðani vit byrjaðu uppá SAR HEMS í 2001. Hetta tóktist sum eitt ófatiligt mál at seta sær, og at tað í dag er nátt, er ein tann størsta menningin, síðani vit átóku okkum leiting og bjarging umframt sjúkraflutning , sigur Hans Erik Jakobsen, leiðari á tyrludeildini hjá Atlantic Airways. Góðkenningin er galdandi í seks mánaðir í senn, og eftir ta tíð skulu bjargararnir aftur til nýggja roynd, eins og teir framhaldandi skulu til undirvísing í øðrum sløgum av heilivági umframt grundfrálæruni fyri so líðandi at kunna víðka um heilivágsúrvalið til gagns fyri sjúkum og skaddum, ið tørvar hjálp. Manningin hevur venjingar hvørja viku í bjarging á landi og sjógvi og hevur uppbygt eitt vælvirkandi og dugnaligt bjargingarlið við áralongum royndum í hesi serligu tænastu. Fleiri stór frambrot hava verið á hesum øki, síðani Atlantic Helicopters fór í gongd við SAR HEMS í 2001. Eitt nú vóru nýggju AW139 tyrlurnar eitt risa framstig á hesum øki við betri plássi til bjargingararbeiði, men eisini kunnu tær flúgva heilt út á 200 fjórðinga sjómarkið, har tær kunnu arbeiða í 30 minuttir í bjargingarátøkum. Og taka teir tað málskiftið við sær inn í vaksnamannalívið, kann tað gerast vandamikið fyri móðurmálið, sigur Rakul Skaale Andreasen. Hópuppsagnir í føroyska tjoðarflogfelagnum, Atlantic Airways, hava fingið fleiri í politisku skipanini at krevja, at landið sær til, at felagið megnar at koma óskalað gjøgnum truplu støðuna. Nýggja lógin um almannatrygd og tænastur varð einmælt samtykt á løgtingi í gjár. Hon avloysir millum annað gomlu forsorgarlógina, men verður ein avbjóðing hjá Almannaverkinum at bjóða tær tænastur, sum lógin áleggur. Hagstovan hevur almannakunngjørt nýggjasta GINI vísitalið. Samstundis er eisini kapprenningin millum politikarar um at tulka nýggjastu tølini byrjað. Hesi trý evnini verða viðgjørd í Breddanum í dag. Breddin í útvarpinum klokkan 17.05 Tað kom óvart á Christian Andreasen, formann í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum, tá Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum, segði á tingi fyrrapartin, at hjálparpakki 1 og 2 verða ikki longdir. Soleiðis fortelur Gunvá Zachariasen um, hví hon av fyrstan tíð fór at spæla sjónleik. Fyri 20 árum síðan bleiv hon útbúgvin sjónleikari á Statens Teaterskole í Keypmannahavn. Nú fær hon fyri fyrstu ferð eina fasta løn klingandi inn á kontuna hvønn mánað næstu árini. Gunnvá Zachariasen hevur fingið listafólkaløn í trý ár, og hon hevur stórar ætlanir. Hon droymir um eina palllistastevnu, hon fer undir at skriva leikrit, og hon setir stórskaldsøguna Ó eftir Carl Johan Jensen á pall. Gunnvá viðgongur, at ein sjónleikari leitar í sínari egnu sorg og vreiði, tá hon skal fáa tað besta fram á palli, og tí hevur tað stóran týdning, at hon eisini verjir seg sjálva. Ein kinesisk fyritøka hevur strikað meira enn eina milliard norskar krónur av skuldini hjá Norwegian, fyri at fáa størri ognarlut í lágprísflogfelagnum. Kinesiska leasing felagið, BOC Aviation, sum leigar Norwegian flogfør, strikar 1,6 milliardir norskar krónur av skuldini hjá Norwegian, og eigur tí nú 12,67 prosent av felagnum. Um vikuskiftið eydnaðist felagnum at samráðast við tey, sum eiga lánsbrøv, og tey umleið 25 leasing feløgini, sum leiga Norwegian flogfør, og fekk 12,7 milliardir strikaðar. Kanningin vísir, at flest eru smittað í USA, tilsamans 1,6 milliónir fólk, síðani kemur Russland við 308.000 smittaðum, Spania við 280.000 smittaðum, Brasil við 272.000 smittaðum, og síðani Bretland við 249.000 smittaðum. Flest eru eisini deyð í USA, tilsamans 94.000, í Bretlandi eru 35.000 deyð, í Italia 32.000, í Fraklandi 28.000 og í Spania næstan 28.000 fólk. Ætlanin er ikki at leingja hjálparpakka 1 og 2, sum eru til ávikavist starvsfólk og vinnuna, eftir 30. juni, tá lógin fer úr gildi. Helgi Abrahamsen vísir á, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum eiga ALS grunnin, og skal ískoytisskipanin í hjálparpakka 1 eitt leingjast, eigur ALS stýrið at verða spurt til ráðs. Í gjár kom nýggj bók út um hungursleikirnar, Hunger Games. Sum nakað serligt kom bókin út á føroyskum, samstundis sum hon kom út á enskum og øðrum málum. Ein hjálparpakki er nú á veg at lætta um hjá teimum fyritøkum innan ferðavinnuna, ið eru raktar av Korona kreppuni. Samgongan og andstøðan vóru á fundi í dag, har eitt upplegg, ið embætisfólk hava orðað, bleiv viðgjørt. Vit fingu orðið á Bárður á Steig Nielsen, løgmann, og Høgna Hoydal, formann í Tjóðveldi, aftaná fundin. Atlantic Airways Hvussu virknan leiklut skal landið hava í Atlantsflog. Spurningurin er enn einaferð vorðin aktuelluer, aftaná hópuppsagnir í felagnum. Vit hyggja at støðuni í tjóðarflogfelagnum og í útvarpsstovuni at kjakast um støðuna vóru Jørgin Niclasen, landsstýrismaður í fíggarmálum, Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, og Kristina Háfoss, tingkvinna fyri Tjóðveldi. Vælferðarlógin Í gjár bleiv nýggja lógin um almannatrygd og tænastur einmælt samtykt á løgtingi. Men klárar Almannaverkið at bjóða tær tænastur, ið nýggja lógin áleggur Vit tosa við Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum, og Fíu Petersen, forkvinna í Javna. GINI vísitalið Hagstova Føroya kunngjørdi í gjár nýggjasta Gini vísitalið. Saman við talinum fyri hvussu stórur partur av føroyingum eru í fátækaváða plagar Gini talið at elva til kjak millum politikarar og onnur um hvussu gongdin er í samfelagnum. Men hvat er hetta fyri eitt tal og ber til at brúka eitt tal fyri at staðfesta gongdina í samfelagnum. Tað var millum spurningarnar, ið vit settu Kára Holm Johannesen, leiðara á Hagdeildini hjá Hagstovu Føroya. Luttakarar Bárður á Steig Nielsen, Høgni Hoydal, Jóhannis Joensen, Kristina Háfoss, Jørgen Niclasen, Edvard Heen, Fía Petersen og Kári Holm Johannesen. Gjørt sendingina hava Elin Mirjamsdóttir og Kaj Joensen. Hallur av Rana var redaktørur. Tað upplýsti Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, tá hann í gjár svaraði einum fyrispurningi um umstøðurnar hjá Tjóðsavninum. Hoyr Jenis av Rana svara fyrispurninginum her. 2600 fólk vórðu tilvildarliga vald og fingu bjóðað at lata seg kanna fyri andevni móti koronu. Av teimum 2600, sum fingu møguleikan, tóku 1071 danir av, tað svarar til umleið 41 prosent. Fyrstu kanningarúrslitini skulu tó takast við fyrivarni og tulkast við stórum varsemi, sigur Steen Ethelberg, sum er leiðari fyri verkætlanarbólkin, sum ger kanningina. Steen Ethelberg sigur, at talan bert er um úrslit av fyrsta parti av kanningini og at fleiri kanningarúrslit verða at síggja næstu vikurnar. 98 kanningar vórðu gjørdar í gjár, og allar kanningarnar vóru negativar. Hendan mánaðin sum eingin er smittaður, eru 2.814 kanningar gjørdar. Í dag, Kristi himmalferðardag verða ongar kanningar gjørdar, og tí verða næstu kanningarúrslitini almannakunngjørd leygardagin, upplýsir Heilsumálaráðið. Heilsufrøðiliga starvsstovan fer nú at greina 1.075 blóðroyndir fyri andevni móti korunu fyri at finna tað sonevnda myrkatalið fyri koronusmittuna í Føroyum. Nakað er síðani, blóðroyndnirnar vórðu tiknar, men tær kunnu nústani greinast, tí greiningartilfarið, sum er úr Kina, er ikki komið fyrr enn nú. Umframt Pál Weihe, er Landssjúkrahúsið, Landslæknin, Heilsufrøðiliga Starvsstovan, Fróðskaparsetrið, og Deildin fyri Arbeiðs og Almannaheilsu við í verkætlanini. Hoyr alt innslagið og samrøðuna við Pál Weihe her. Fyri børn og ung bjóðar kappingin tríggjar dagar við hondbóltsspæli, har spælt verður í Marghøllini í Vági og í Vágs Høll í døgunum 3. til 5. august, og tey vaksnu spæla í døgunum 14. og 15. august. Tað hevur týdning, at stuðulsskipanir og hjálparpakkar, sum skulu hjálpa fyritøkum og lønmóttakarum, verða útgoldnir til tey røttu og ikki verða misbrúktir, hvørki av skipaðum brotsmonnum ella svikarum. Vit arbeiða eisini miðvíst við at fáa peningin aftur, sum fólk við at svika hava fingið úr almenna pengakassanum, sigur løgreglustjórin, Thomas Anderskov Riis, í tíðindaskrivinum. Danska Vinnustýrið og almenna Deildin fyri Hvítting siga, at 18 av teimum 20 fráboðanunum snúgva seg um møguligt svik við stuðulsskipanini fyri lønarískoyti. Ein fráboðan snýr seg um møguligt svik við fleiri stuðulsskipanum. Umframt fráboðanirnar til bakmansløgregluna, hevur deildin fyri Hvítting fingið 133 upplýsingar frá donskum bankum, sum hava illgruna um svik í samband við hjálparpakkarnar. Donsku peningastovnarnir gera risastórt arbeiði og geva okkum virðismiklar upplýsingar, sum hava alstóran týdning fyri arbeiðið hjá myndugleikunum, sigur Thomas Anderskov Riis. Vápnaavtalan, Open Skies Treaty, kom í lag eftir samráðingar millum limir í NATO og Warzawa sáttmálan, hon varð undirskrivað í 1992, og kom í gildi í 2002 eftir at Russland og Hvítarussland høvdu sett hana í gildi. Sambært The New York Times, hevur Trump ætlanir um at kunna Russland, sum er partur av avtaluni, um hetta fríggjadagin. Hetta verður hildið at vera tekin um, at Trump eisini hevur ætlanir um at taka USA úr týdningarmiklu vápnaavtaluni við Russland, New Start, sum loyvir báðum londum at seta upp 1.550 kjarnorkurakettir hvør. Open Skies Treaty avtalan, sum samráðst varð um fyri 30 árum síðani, loyvir flogførum hjá øllum limalondunum at flúgva yvir økjum hjá hvør øðrum við umfatandi sensor útgerð fyri at tryggja, at londini ikki fyrireika seg til hernaðarliga atsókn, skrivar blaðið. Danska Familjurættarhúsið hevur kunngjørt lista við seinastu 3.000 fornøvnunum, sum danska navnanevndin hevur góðkent. Nú eru tilsamans 44.000 góðkend fornøvn í Danmark, nøvn, sum eru langt frá danska navnasiðinum. Fyrr hevur tað verið grundreglan í danskari navnalóggávu, at navnið skal ikki verða til ampa fyri barnið, og ein ikki so langur listi var við góðkendum nøvnum. Í 2006 varð danska navnalógin liberaliserað, og nú myndugleikarnir góðkenna mest sum alt, rópar ein ráðmaður á Frederiksberg í kjakinnleggi í Kristiligt Dagblad, varskóð. Piphat, Zozo og Diddedarling eru nøkur av nýggju nøvnunum, sum eru komin á danska navnalistan. Eisini eru nøvnini Anuson, Heile, Ko, Offer, Kristus, Sørgen, Kaktus, Rasmusbailey, Villads luke og Ziggimagnus og fleiri túsund onnur komin á listan. Í Føroyum er tað Navnanevndin, sum í fyrstu syftu ger av, um eitt ikki góðkent navn kann verða givið. Einki verður nevnt um, at navnið ikki skal vera til ampa fyri barnið, men dentur verður lagdur á, at navnið skal vera í samljóði við føroyskar málreglur, tá ið kallað verður upp eftir fólki í ættini. Fæst góðkenning frá Navnanevndini, er hetta nóg mikið til at fáa navnið skrásett hjá kirkjubókførandi prestinum í sóknini. Sýtir navnanevndin, kunnu foreldrini kæra avgerðina til Umhvørvisstovuna. Lívsins dansur er fyrsta solo útgávan hjá Bárði á Lakjuni. Talan er um eina fullfíggjaða heildarútgávu, ið er vovin saman við trimum træðrum tekstum, tónum og myndum. Í skapi er útgávan ein bóklingur, eisini nevndur ritlingur. Í ritlinginum eru 16 nýggjar og eldri yrkingar, sum Bárður hevur skriva, meðan leirvíksmálarin Sámal Toftanes, ið er verfaðir Bárð, hevur mynd prýtt ritlingin við 14 málningum. Á aftastu síðu, í permuni, er ein fløga við 9 skeringum knýtt at. Tveir upplestrar og sjey løg, ið Niclas Johannesen hevur lagt til rættis, tikið upp og framleitt saman við Bárði á Lakjuni. Tónleikarar á útgávuni eru Tórður Dam Jacobsen, trummir Eyðun Johannesen, bass Jan Nónklett, Klaver, orgul og harmonika Eyðun á Lakjuni, klaver Vinjar Egilsnes Petersen, hammond orgul Niclas Johannesen, akustiskan guitar, el guitar, mandolin, írska bouzouki, el bass, ebow guitar, forritan, keybords og annað. Bárður á Lakkjuni, er forsangari, syngur kór, og spælir akustiskan guitar og tvørfloytu Maria á Lakjuni, Lena Andersen, Eyðun á Lakjuni, Jógvan á Lakjuni og Jógvan S Jacobsen syngja eisini kór Fløgan er tikin upp á Áargarði 9 í Leirvík, í Studio 57 í Hoyvík og í Studio Bloch í Havn, har Vinjar E. Petersen var tøkningur. Óli Poulsen hevur ljóðblandað og mastera fløguna í Fix N Mix í Keypmannahavn. Tað fekk Vinnunevndin hjá løgtinginum at vita frá ognarmeklara, sum nevndin tosaði við, tá hon viðgjørdi uppskotið til samtyktar frá Tjóðveldi um at gera ein lóg, sum forðar fyri, at útlendingar keypa jørð og bústaðir í Føroyum. Meirilutin í Vinnunevndini, samgongan og Framsókn, heldur tað vera í andsøgn við eitt opið og liberalt samfelag ikki at geva øðrum enn fastbúgvandi loyvi at keypa ognir í Føroyum. Meirilutin vísir á, at løgmaður hevur sagt við nevndina, at landsstýrið arbeiðir við at finna ein leist til lógaruppskotið um, hvussu privatar útlendingar og útlendingar, sum fáast við vinnuligar verkætlanir, kunnu keypa hús og jørð. Tí tekur samgongan ikki undir við uppskotinum til samtyktar hjá Tjóðveldi um, at lógin um innlit í fyrisitingina eisini skal vera galdandi fyri almenn partafeløg. Samgongan sigur tó, at landsstýrið kann ikki fara uttan um reglurnar um alment innlit og leggja almenna umsiting í eitt alment partafelag. Um eitt alment partafelag rekur virksemi, sum kann javnmetast við tað virksemi, sum almenna umsitingin rekur, so eigur í lógini um hetta felag at verða ásett, at felagið kemur undir reglurnar um alment innlit. Samgongan og meirilutin í Rættarnevndini siga, at í partafelagslógini verður álagt almennum partafeløgum at boða Skráseting Føroya frá øllum týðandi hendingum í felagnum júst tí, at reglurnar um alment innlit ikki eru galdandi fyri feløgini. Landssjúkrahúsið hevur upplýst fyri Heilsumálaráðnum, at Barna og ungdómspsykiatriin fekk sjáldsama nógvar ávísingar í februar og mars í ár. Heri á Rógvi, búskaparfrøðingur, er nú formaður í Búskaparráðnum. Hann bleiv valdur í Búskaparráðið fyri Djóna Højgaard, sum er farin úr ráðnum, tí hann arbeiðir nú í Fíggjarmálaráðnum. AFS er afturvendandi átak, har fleiri túsund ung kring heimin hava møguleika at ganga í skúla og búgva hjá vertsfamiljum í øðrum londum. Hvørt ár eru eisini fleiri næmingar sum velja at verða skiftisnæmingar í Føroyum. Í tí sambandi er tørvur á familjum at húsa teimum ungu. AFS Føroyar hevur sera góðar royndir av skiftisnæmingum. Heilt serlig bond verða knýtt, og nógv ung velja at vitja aftur eftir lesnaðin. Heilt ítøkiligt merkir hetta frið í trý ár. Frið fyri at skula søkja. Frið fyri strongdini, sum tað er ikki at vita, um eg klári árið. Ella at tað brádliga ikki eru pengar eftir á kontuni, sigur Rakel Helmsdal. Samstundis, sum tað er ein viðurkenning av hennara starvi sum rithøvundur, er tað eisini ein viðurkenning av barna og ungdómsbókmentum yvirhøvur, tí tær eru ofta forfjónaðar í bókmenta og listaheiminum. Rakel er fyrst og fremst barna og ungdómsrithøvundur, og á hesum økinum verður hon neyvan tikin av nøkrum. Skal ein føroyskur rithøvundur, sum í høvuðsheitinum vendir sær til yngri lesarar hava listafólkalønina, er ilt at koma í tankar um nakran frægari, sigur Mentanargrunnur Landsins í grundgevingini fyri at lata Rakel Helmsdal listafólkaløn. Upprunaliga kravið frá Fíggjarligum støðufesti var, at staturin skuldi fáa 250 milliónir krónur í endurgjaldi fyri tap, tí bankin sum heild varð rikin á skilaleysan hátt, og at leiðslan sjálv hevði ikki hildið sínar skyldur í seks stórum fíggingarmálum. Endurgjaldið tódnaði tó niður í 28,6 milliónir krónur, tá Eystari landsrættur feldi dóm í oktober 2018, umframt at tveir av teimum stevndu vórðu fríkendir. Landsrætturin fríkendi eisini nevndina í fimm av teimum seks kundaviðskiftunum, meðan nevnd og stjórn vórðu dømd at gjalda 28,6 milliónir krónur í endurgjaldi. Fíggjarligt støðufesti kærdi seinni eisini dómin til Hægstarætt við teimum seks Eikmonnunum eisini teimum báðum, sum vórðu frídømdir í Eystara landsrætti. Sakarkravið er framvegis 250 milliónir krónur Føroyingar hava trý loyvi í Suðurkyrrahavinum. Thor í Hósvík eigur tvey teirra, og Ocean Group Faroes í Vági eigur eitt, sum reiðaríið keypti frá Thor. Tey 335 tonsini verða latin teimum sum felagskvota, sum 31.desember 2017 høvdu loyvi at fiska í altjóða sjógvi í Suðurkyrrahavinum. Og tað eru Thor og Ocean Group Faroes. Hetta er væl skrivað, tað er spennandi og riggar væl á føroyskum, sigur Anny Poulsen, hungursleikafjeppari. Sama dag sum nýggja bókin í røðini Hunger Games kom út á enskum og øðrum málum um allan heim, kom hon eisini út á føroyskum máli. Tað hevur verið ein heilt serstøk uppliving hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags, sum hevur skrivað undir eina rúgvu av skjølum um tagnarskyldu, eins og Bergur hevur skrivað fleiri kotur fyri at sleppa til ógvuliga loyniliga handritið. Hungursleikir, ella Hunger Games, hevur verið tað heilt stóra hittið hjá teimum ungu um allan heim, og serliga filmirnir hava fingið serstakliga góða móttøku. Higartil eru tríggjar bøkur útkomnar, og nú byrjar eitt nýtt tríverk, har farið verður aftur í tíðina. Anny Poulsen hevur lisið tær fyrstu tríggjar Hunger Games bøkurnar á enskum, og nú bókin kom út á heimsútgávudegnum, lesur hon Hungursleikir á føroyskum fyri fyrstu ferð. Henni dámar betur bøkurnar enn filmarnar. Hoyr Anny umrøða Hungursleikir, og Silju Aldudóttir frá BFL og Berg Rasmussen týðara greiða frá tilgongdini at geva Hungursleikir út á føroyskum á sjálvum heimsútgávudegnum. Í 2018 vórðu Klaksvíkar sjúkrahús, Suðuroyar sjúkrahús og Landssjúkrahúsið skipað undir felags leiðslu og sum eitt samlað føroyskt sjúkrahúsverk. Tað kann annaðhvørt vera sama navn til øll trý sjúkrahúsini við undirheitum, sum vísa til økini Klaksvík, Tórshavn og Tvøroyri, ella trý ymisk nøvn, sum hóska saman. Uni Arge, journalistur, ummælti í sendingini Nón tann 15. januar bókina Poul P. Nolsøe Skúmisleiv og tjóðarhetja eftir Rolf Guttesen. Heri á Rógvi, sum herfyri varð valdur í Búskaparráðið fyri Djóna Højgaard, ið er farin í starv í Fíggjarmálaráðnum, er nýggjur formaður í ráðnum. Løgtingskvinnan hjá Sambandsflokkinum setti mikudagin Elsebeth Mecedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinnu, ein munnligan fyrispurning um viðgerðarheimið í Stoffalág í Havn. Rósa Samuelsen finst hvassliga at støðuni. Hon segði, at tað at almennir stovnar av ymsum slagi ikki samstarva, hevur við sær, at nógv ung, sum hava tørv á hjálp, detta niðurímillum. Nú eru tilsamans 9.084 fólk í landinum kannað fyri smittuna. Hetta svarar til, at 17,3 prosent av øllum fólkunum í landinum eru kannað, ella meira enn sætta hvørt fólk. Fyrsti tilburðurin av koronu í Føroyum varð staðfestur 3. mars, og higartil hava 187 fólk fingið staðfest smittuna. Øll eru vorðin frísk aftur. Býrt tú í teimum sunnaru oyggjunum í Føroyum, eru munandi størri sannlíkindi fyri, at tú ert í fátækraváða, enn onnur fólk í landinum. Í 2018 vóru 18,1 prosent av fólkunum í Sandoynni í fátækraváða, og 14,1 prosent av fólkunum í Suðuroynni í fátækraváða, vísa nýggj tøl hjá Hagstovuni. Hinvegin var fátækraváðin minstur í Suðurstreymoy fyrraárið, har talið var 8,9 prosent, meðan talið í Eysturoynni var 9,2 prosent. Verður hugt at tølunum fyri alt landið, vóru umleið 5.000 fólk í Føroyum í fátækraváða fyrraárið. Hetta svarar til gott og væl tíggjunda hvørt fólk í landinum. Eitt ferðafólkaflogfar hjá Pakistan International Airlines datt fyrrapartin niður í eitt íbúðarøki nærindis floghavnini í pakistanska stórbýnum, Karachi. BBC skrivar, at 98 fólk vóru við flogfarinum, og at eitt fólk kom frá vanlukkuni við lívinum. CNN skrivar, at 107 fólk vóru við flogfarinum, og at 11 teirra komu frá vanlukkuni við lívinum. Flogfarið, eitt Airbus A320, datt niður í einum íbúðarøki, tríggjar kilometrar í ein landnyrðing úr Jinnah International floghavnini í Karachi. Ein talsmaður hjá flogfelagnum sigur, at floghavnin misti sambandið við flogfarið klokkan 14 30 lokala tíð, klokkan 10 30 okkara tíð, sambært BBC. Spurningurin um samstarv millum ymsar almennar stovnar varð viðgjørdur í tinginum mikudagin, tá Rósa Samuelsen, løgtingskvinna, setti Elsbeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinnu, ein munnligan fyrispurning um málið. Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum, viðgongur, at samstarvið millum ymsu partarnar, sum skulu taka sær av ungum, ið hava trupulleikar, er ikki nóg gott. Edvard Heen skilir atfinningarnar. Hann vísir á, at í fjør skipaði Almannaverkið fyri ráðstevnu um hetta evnið, og tá var niðurstøðan greið. Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, heldur harafturímóti, at útflutningsvinnan ikki hevur tørv á hjálp, sum støðan er í løtuni. Tað var í lagi, at Klaksvíkar kommuna í 2018 avgjørdi at brúka sjálvsognarstovnin undir Kráarbrekku at keypa handilshølini í veghæddini í Biskupstorgi, sum Bústaðir bygdu, og síðani at leiga hølini útaftur. Avgerð er loksins komin í málinum, og niðurstøðan er, at Klaksvíkar kommuna fær fult viðhald frá myndugleikunum, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri. At sørfa krevur ikki endiliga stórar aldur. Faroe Surfing við Michael Anthony Charles á odda bjóða nú út leigu av serligum sørffjalum. Hetta eru ikki rættiligar fjalir men heldur gummibátar, sum líkjast fjalum, ið man blæsur luft í. Sørfingin gongur fyri seg á tann hátt, at man stendur á fjølini , og so rør man við einari ár. Skuldi tað hent, at man er áhaldsin og dettur úti, kann man lættliga hála fjølina til sín, eftirsum man er bundin í hana. Endamálið er, at tað skal vera stuttligt, sigur Michael. Enska heitið á hesum aktiviteti er Stand Up Paddle Sakin hjá øllum børnum í skúlaaldri. VIT taka sakina í egnar hendur, og vísa á og tosa við áhugaverd, skilagóð og fitt børn, um áhugaverd og eisini sjáldsom evni. Sakin fríggjakvøldið 22.mai tá er millum annað altjóða dagur fyri lívfrøðiligt margfeldi minst til at hyggja fríggjakvøldið klokkan hálvgum sjey. Eftir seinna heimsbardaga komu teir føroyingar heimaftur, sum vóru staddir í Danmark undir krígnum. Millum teirra var eitt nýtt og ungt ættarlið av listafólkum, sum av álvara hevði ment seg í útlegdini. Tey vóru full av góðum vónum eldhugað og sinnað at virka fyri eini nýggjari framtíð. Sum frá leið vaks fram eitt listarligt umhvørvi í høvuðsstaðnum. Í sendingini hoyra vit um tey listafólk og teir persónar, ið myndaðu hetta umhvørvið í áratíggjunum eftir kríggið. Millum onnur Jack Kampmann, Bent Restorff, Janus Kamban og Mikines, sum gjørdu eina roynd at búseta seg aftur í Føroyum. Vit hoyra eisini um persónar, sum høvdu avgerandi týdning fyri menningina av listini, millum aðrar Nonnegaard Pedersen. Í náttúruríka umhvørvinum í lundalandinum í Lamba í Mykinesi verður ein gøta gjørd til ferðafólk á vælumtókta túrinum út í Mykineshólm. Lamba er størsta lundaland í Føroyum, og gøtan gongur út yvir fleiri 100 lundaholur. Men sjálv gøtan er ikki einasti trupulleikin. Kanningar hjá fuglafrøðingum hava staðfest, at lundin, serliga sildberin, verður nógv órógvaður og heldur seg burtur, tá ið fólk eru á gøtuni. Gøtan gongur gjøgnum búøkið hjá lundunum og er brot á náttúrufriðingarlógina, sigur Janus Hansen, lívfrøðingur, sum tí hevur meldað málið til Yvirfriðingarnevndina. Bóndin, sum varðar av kongsjørðini í Lamba, vil ikki tosa við Kringvarpið, men sigur, at hetta er bara ein bøti av gøtuni, sum var í Lamba frammanundan. Sørvágs Kommuna, Visit Faroe Islands, Umhvørvisstovan, Havstovan, Visit Vágar og Tjóðsavnið hava í felag gjørt eitt tilmæli um náttúruvernd, fulgavernd og ferðavinnu í Mykinesi. Í tilmælinum verður mælt til, at farið verður undir at kanna, hvussu ein nýggj leið oman ímóti brúnni kann verða gjørd. Nýggja leiðin eigur at vera løgd uttan um búøkið hjá lunda og øðrum fugli soleiðis, at fuglurin fær frið. 18. august 1941 rendi eitt týskt Junkers 88 bumbuflogfar á Lokkan omanfyri Norðdepil. Manningin, 4 ungir týskarar, lótu lív og sjálvt flogfarið fór í sor. Øll hesi mongu árini fram til 8. mai 1996, hevur ein hálvt tons bumba ligið ósprongd í ovasta dalinum undir Lokkanum. Serfrøðingar frá donsku verjuni staðfestu, at bumban var frá týska flogfarinum og sera vandamikil har hon lá. Avgjørt var at fáa bumbuna burtur og spreingja hana í sjónum í Viðvík á Viðoynni. Alt gekk ikki sum ætlað, men bumban var tó eftir tógvi stríð fyribeind. Í tveimum sunnukvøldssendingum fer SvF at greiða frá hesi hending. Í fyrru sendingini hyggja bumbuserfrøðingar eftir bumbuni og staðfesta, at hon er sera vandamikil. Fólk í Norðdepli og Hvannasundi, ið minnast hendingina, greiða frá degnum 18. august 1941. Sjónvarpið hevur fingið gamlar filmsupptøkur frá krígnum av Junkers 88 bumbuflogfarinum, ið fer úr Norra til Føroyar at bumba. Saman við hesum myndum og upptøkum við donsku sjóverjutyrluni, er ein eftirgjørdur filmur gjørdur av hesum tilburði. Frásøgufólk siga frá lutum, ið funnir vóru, og hvussu bygdafólkið fekk nyttu av hesum. Vit hoyrdu tey millum annað siga frá teimum mongu klaksvíkingum, ið komu norður at búgva krígsárini. Upptøkur Zacharias Hammer Ragnar A. Jacobsen Klipt Bjarnheðin í Hoyvík Lagt til rættis Zacharias Hammer SVF, Sjónvarpsfelagið og Havnar Sjónleikarafelag eru saman um at gera sjónleikin Tilvildin eftir Dagny Joensen til sjónvarpsleik. Tey leikandi Anna sum gomul Lina Larsen Anna sum ung Elin Mouritsen. Jógvan Olivur Næs Martin Dánjal Joensen Katrin Margreta Næs Eleina Oddvá Nattestad Mamman Johanna M. Djurhuus Sjúkrasysturin Kristina Øster Gongsgentan Hansina Iversen Tónleikur Jógvan Asbjørn Skaale Sett út fyri cello og klaver Kristian Blak Cello Eyðun Hansen Klaver Kristian Blak Leikstjóri Dagny Joensen Framleiðslustjórn Jógvan Asbjørn Skaale SVF, Sjónvarpsfelagið og Havnar Sjónleikarafelag eru saman um at gera sjónleikin Tilvildin eftir Dagny Joensen til sjónvarpsleik. Tey leikandi Anna sum gomul Lina Larsen Anna sum ung Elin Mouritsen. Jógvan Olivur Næs Martin Dánjal Joensen Katrin Margreta Næs Eleina Oddvá Nattestad Mamman Johanna M. Djurhuus Sjúkrasysturin Kristina Øster Gongsgentan Hansina Iversen Tónleikur Jógvan Asbjørn Skaale Sett út fyri cello og klaver Kristian Blak Cello Eyðun Hansen Klaver Kristian Blak Leikstjóri Dagny Joensen Framleiðslustjórn Jógvan Asbjørn Skaale Tuberklarnir forðaðu fyri, at hon fekk sína dreymaútbúgving sum lækni. Kortini hevur hon brúkt alt sítt lív til at hjálpa og stuðla teimum sjúku og veiku í samfelagnum við ikki minst egnu royndum sínum á hesum øki sum drívkraft. Vit kenna hana sum ótroyttiligu fyristøðukvinnuna á ALV skúlanum við Áir, Vistarheimunum í Havn og Runavík og Hotel Tórshavn í Keypmannahavn, sum hon eisini var stigtakari til. Tað var eisini henni fyri at takka, at tilkalliskipan fyri heimabúgvandi eldri í síni tíð fekst í lag, eins og hon slóðaði fyri at tryggja heilsubrekaðum starv á frímerkjadeildini hjá Postverki Føroya, tá tað varð sett á stovn. Sum landsstýriskvinna í almanna og kommunumálum í 1988 eydnaðist henni eisini hóast stuttu tíðina í sessinum at seta spor eftir seg á hesum báðum økjum. Ruth Vang, forkvinna í Framsókn, spurdi mikudagin í løgtinginum, hvat gjørt er síðani eldur kom Tjóðsavnið í fyri einum mánað síðani. Tá mundu millum annað elstu fotomyndirnar hjá savninum farið fyri skjeyti. Tað skal ikki standa á at útvega játtanina, ið skal til fyri at tryggja Tjóðsavnið móti eldi, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður. Summi tíðarskeið, tá avgerandi tøknilig framstig verða gjørd, valdar stórt bjartaskygni millum fólk og lond. So var eisini upp undir aldaskiftið 1900, tá 30 føroyingar fóru á vinnuliga og mentanarliga heimsframsýning í Bergen. Framsýningin var frá mai til oktober í 1898. Fleiri enn 2.700 framsýnarar úr mongum av heimsins londum sýndu fram nýtt og gamalt innan fiskivinnu, landbúnað, ídnað, handverk og tøkni. Føroyingarnir fingu stóran íblástur á ferðini, og teir vunnu eisini heiðursmerkir fyri ymiskt, teir sjálvir sýndu fram. Løgtingið fer týsdagin endaliga at samtykkja eitt uppskot frá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um at inntøka frá heimavirkni skal gerast skattafrí, um heimavirkisvirksemið í mesta lagi hevur við sær eina árliga inntøku á 50 túsund krónur. Somuleiðis skal sølan vera MVG frí, um selt verður fyri minni enn 50 túsund krónur. Samgongumeirilutin í fíggjarnevndini sigur, at heimavirki hevur røtur í aldargamlari siðvenju her á landi, og er soleiðis ein týðandi partur av okkara mentan, og í stóran mun er eisini talan um list. Størsti parturin av heimavirki verður útintur av kvinnum, ið virka pløgg úr ull, men eisini er talan um at virka lutir burtur úr træi, hornum, gróti og øðrum. Fólk, ið fáast við heimavirki, eru ørkymlað av skatta og meirvirðisgjaldspurningunum, og hetta heldur teimum aftur í teirra virksemi. Tí er skilagott at broyta lóggávuna soleiðis, at fólk kunnu fáast við heimavirki uttan alla tíðina at hava ampa av skattum og avgjøldum. Somuleiðis er samgongumeirilutin av teirri fatan, at stórur partur av heimavirkaðu vørunum verða seldar til ferðafólk, og tí kann eisini roknast við, at uppskotið fer at gera, at meira kann fáast burtur úr ferðavinnuni. Tað siga also samgonguumboðini í fíggjarnevndini, sum eru Magnus Rasmussen, Jákup Mikkelsen, Bill Justinussen og Kristin Michelsen. Andstøðuumboðini í fíggjarnevndini siga, at hóast breið politisk semja var um, eftir djúpastu kreppu í Føroyum nakrantíð fyrst í 90 unum, at farast skuldi burtur frá skattligum serskipanum, og yvir til eina sokallaða bruttoskattaskipan, har øll rinda skatt eftir somu skipan í mest møguligan mun so hevur núverandi stjórn valt at taka fleiri stig, fyri at skeikla skattaskipanina, og gera enn fleiri undantøk. Anstøðan vísir á, at seinastu mánaðirnar eru fleri serskattaskipanir gjørdar, og at tað tykist sum lansstýrið vil keypa sær politiskan stuðul frá útvaldum bólkum við at úthola skattaskipanina. Í dag fellur avgerðin í landskappingini í talvi. Oddaliðini Sandavágs Talvfelag og Havnar Telvingarfelag møtast í rættari FM finalu á Giljanesi. Føroyameistararnir úr Vágum eru hálvtannað stig fremri, og standa seg tí við javnleiki ella teprum ósigri. Havnarmenn skulu vinna dystin í minsta lagi 3 1 fyri at tryggja sær meistaraheitið. Talvsamband Føroya fer at varpa leikirnar á teimum fýra borðunum í FM finaludystinum beinleiðis á netinum. Dysturin byrjar klokkan 14.00. og her ber til at fylgja vil leik fyri leik á øllum fýra borðum. Sterkar manningar Ikki er greitt hvørjir manna liðini í finaludystinum í dag, men eingin ivi er um, at báðir partar ætla at manna seg við sínum sterkasta liði. Hjá Sandavágs Talvfelag er helst eingin ivi um, hvør sterkasta manningin er. Feðgarnir Torkil og synirnir Rógvi og Høgni eru kjarnin á liðnum. Og eingin ivi er heldur longur um, at Silas Eyðsteinsson er fjórði telvarin á liðnum. Helgi Dam Ziska, Martin Poulsen og Olaf Berg eru sjálvskrivaðir á fyrstu trimum borðunum hjá Havnar Telvingarfelag. Hvør fjórði telvarin skal vera er meira óvist, tí torført kann vera í løtuni at taka dagar ímillum Carl Eli Samuelsen, Sjúrð Thorteinsson og tann blaðunga Luitjen Akselsson Apol, sum man vera hitt mest spennandi navnið millum yngri telvarar í Føroyum. Stórmeistarin Helgi Dam Ziska er liðskipari, og hevur havt spælarafund við leikhópin í vikuni. Helgi mannar sjálvur liðið til dystin í dag. Niðanfyri hava vit sett upp úrtøkuna hjá báðum finaliðunum fyri seinasta umfar í dag. Telvararnir eru settir upp í rættari borðrøð. Fremst sæst styrkitalið hjá hvørjum telvara, síðani stiga og dystartal. Sandavágs Talvfelag 2413 Høgni Egilstoft Nielsen 6 9 2382 Rógvi Egilstoft Nielsen7 9 2040 Silas Eyðsteinsson 2 5 2145 Torkil Nielsen 8 9 1921 Bernhard Augustinussen 2 2 1820 Ingi Wiberg 2 2 Havnar Telvingarfelag 2533 Helgi Dam Ziska 6 7 2266 Martin Poulsen 4 5 2225 Olaf Berg 3 5 2188 Carl Eli Samuelsen 1 2 2131 Sjúrður Thorsteinsson 4 6 2129 Luitjen Akselsson Apol 5 7 2034 Rógvi Mortensen 0 1 1985 Leif Reinert Fjallheim 1 2 1872 Andrias Ziska 1 1 Vanliga er Conrad Gaard Joensen, sum er maskinmeistari umborð á tangaskipainum Laprouse hjá DS Norden, burturi í átta vikur. Men hesin túrurin hevur higartil vart í 19 vikur. Orsøkin er, at tað ber ikki til at skifta manning, tí nýggj manning sleppur ikki inn í nakað av londunum, har skipið kemur. Hetta er nakað, ið merkist á huglagnum umborð. Støðan er ikki serliga haldbar í longdini. Men Conrad Gaard Joensen veit ikki at siga nær hann ella aðrir av manningini sleppa í land. Laprouse er í løtuni statt miðskeiðis ímillum Korea og Fiji oyggjarnar og væntast at koma til Fiji hósdagin. Conrad Gaard Joensen sigur, at tað er ongin trupulleiki at fáa proviant og eykalutir umborð, men manningin sleppur ikki í land og onnur sleppa ikki umborð. Conrad Gaard Joensen er einasti føroyingurin umborð. Hinir av manningini eru danir, indarar og filipinar. Tað fellur ikki í góða jørð hjá kreativu vinnuni, at heimavirki nú fer at fáa serligar skattafyrimunir. Ætlanin tekur beinleiðis virðingina frá kreativu vinnuni og oyðileggur kappingarførið, heldur Sissal Kristiansen, ið eigur fyritøkuna Shisa Brand. Sært tú eitt menniskja, sum er í neyð, kemur tú so tí til hjápar Tey etisku virðini eru innbygd í tilveruna, tey eru feld inn í støðuna, helt Løgstrup. Nær var tað er spurnarkapping, har luttakararnir eru búsitandi á útoyggj og í útjaðaranum, og har spurt verður um mangt og hvat við árstølum sum felagsnevnara. Kappingin hesuferð er millum Tummas Frank Joensen í Skúvoy og Hanus Kjølbro á Viðareiði. Tú kanst hoyra sendingina her Toto hevði longi havt óskipað viðurskifti viðvíkjandi høvuðssangara. Joseph Williams varð loystur frá uppgávuni miðskeiðis á The Seventh One konsertferðini og fyri hann kom suðurafrikanski Jean Michel Byron, sum sang fyri á nýggja tilfarinum, ið tikið var við á Past to Present 1977 1990 savnsútgávuna. Men hann slapp ikki at halda fram, sjálvt um plátufelagið stríddist fyri tí. Nú Toto fyri fjórðu ferð var uttan forsangara, setti bólkurin sær fyri at gera eina veruliga rokk plátu, uttan aðra høvuðsmanning enn teir fýra føstu limirnar Steve Lukather, David Paich, Mike Porcaro, og Jeff Porcaro. Heilt síðan fyrstu Toto útgávuni í 1978 hevði Steve Lukather sungið fyri á summum løgum, meðan hann á Kingdom of Desire var leadsangari á øllum vokalløgunum á plátuni. Kórpartinum tóku hann og David Paich sær av saman við fólkum sum Richard Page og John Fogerty. Bolero í mai hevur 3 tema undir høvuðsyvirskriftini Fagnaður vit lurta eftir tónlist, ið er skrivað undir ella er tengd at II Verðaldarbardaga, nú 75 ár eru liðin síðani kríggið varð av, 2020 er Beethoven fagnaðarár nú 250 ár eru liðin síðani hann varð borin í heim, og tað er Kristina á Váli, ið velur yndis verk eftir Beethoven, og at enda fagna vit várinum. Higartil eru tilsamans gjørdar umleið 9200 kanningar. 187 føroyingar hava fingið staðfest sjúkuna og allir eru blivnir frískir aftur. Tá flest fólk vóru í lønarískoytisskipanini hjá ALS, vóru 4320 fólk skrásett. Sostatt eru fleiri enn 2000 fólk farin úraftur lønarískoytisskipanini síðan hon kom í gildið á Grækarismessu 12. mars. Fleiri norðanfyri hava víst á sína ónøgd við ætlaðu navnabroytingina av teimum trimum sjúkrahúsunum, men nú gera suðuroyingar um seg eisini. Áhugabólkurin, sum kallar seg Vernd av Suðuroyar Sjúkrahúsi , sum telur 1403 limir, hevur sent eitt skriv til stjóran á Suðuroyar Sjúkrahúsi, Hans Paula Henryson, har tey heita á hann um at virka fyri, at ætlanin verður tikin aftur. Tey siga, at tað eigur ikki at verða neyðugt at broyta nøvnini á sjúkrahúsunum fyri at knýta sjúkrahúsini saman. Tað er eitt arbeiði, sum sjúkrahúsleiðslurnar og politiski myndugleikin skulu taka sær av. Virðislønin til vinnaran av navnakappingini er krónur 10.000 og tann peningurin, umframt allur hin peningurin, sum verður brúktur uppá navna og samleikabroytingina, er betur brúktur uppá til annað, sum kemur sjúklingum til góða, siga tey frá bólkinum Vernd av Suðuroyar Sjúkrahúsi . Vit hava roynt at fingið eina viðmerking frá umboðum frá áhugabólkinum, men tey ynskja ikki at gera fleiri viðmerkingar enn tað, sum stendur í skrivinum. 70 ára gamli Netanyahu, sum fyri eini viku síðan fór undir sítt fjórða skeið sum forsætisráðharri, er millum annað ákærdur fyri at tikið ímóti gávum stórum gávum afturfyri tænastur. Tilsamans hava gávurnar eitt virði uppá 1.2 milliónir krónur. Hann er eisini ákærdur fyri at hava samstarva við ísraelskar miðlar at fáa teir at skriva góðar søgur um hann. Ógvusligasta ákæran móti Netanyahu er at hann skal hava bjóða einum netfelagið í Ísrael stuðul av ymsum slag, áljóðandi eitt virði uppá hundraðtals milliónir tilsamans, afturfyri at hava stóra ávirkan á hvat skrivað verður um seg og um hansara politisku mótstøðufólk á eini tíðindasíðu, sum er nógv vitjað. Sjálvur vísur Netanyahu allar ákærurnar frá sær. Hann sigur tær verða settar í verk av politiskum mótstøðufólki, uttan hald í veruleikanum og við tí endamáli at skaða seg politiskt. Heri Nolsøe hevði í síni tíð nógv at gera við elektrónisku menningina í Føroya Sparikassa. Í 1975 varð av álvara farið at fyrireika online avgreiðsluskipan hjá øllum føroyskum peningastovnum. Nú skuldi skíggin á borðið í staðin fyri blýant og pappír. Hetta varð sett í verk í 1979, tá farið varð við ferð inn í digitalu øldina. Síðani eru stigini tikin eitt fyri og annað eftir, og aftrat nýggju møguleik unum hava verið stórar rationaliseringar. Føroya Sparikassa dámdi best at hava sínar egnu forritarar og fór tí ikki til BEC við sínum skipanum. Men í 2009 fóru so at siga allar skráirnar hjá EIK til SDC í Danmark. Adrian Justinussen hevur heitasta skotfótin í førosykum fótbólti. Framherjin varð stóra hetjan hjá HB, tá teir reyðu og svørtu vunnu stórsigur á AB og løgdu seg undir liðina á B36 í toppinum í Betrideildini. Fyrst legði hann upp til mál hjá Øssuri Dalbúð, og síðani gjørdi hann ikki mætari enn at skjóta hattrikk við trimum beinleiðis frísparksmálum. Lítla løtu seinni, í 21. minutti, skjeyt hann sítt fjórða mál í dystinum og sítt sætta mál hetta kappingaárið. 5 0 til HB, sum eisini gjørdist úrslitið. Nú eru allir fimm dystirnir í triðja umfari spældir Víkingur NSÍ, 1 0 Ari Olsen Skála B36, 6 2 0 1 Jan Hansen 1 1 Árni Frederiksberg 2 1 Michal Przybylski 3 1 Sebastian Pingel 4 1 Alex Mellemgaard 5 1 Meinhard Olsen 5 2 Niels Pauli Danielsen 6 2 Ragnar Samuelsen ÍF KÍ 0 1 Jóannes Bjartalíð 1 1 Uros Stojanov 2 1 Jákup B. Andreasen 3 1 Jóannes Bjartalíð 4 1 Páll Klettskarð EB Streymur TB 1 0 Gutti Dahl Olsen 2 0 Niklas Kruse AB HB 0 1 Øssur Dalbúð 0 2 Adrian Justinussen 0 3 Adrian Justinussen 0 4 Adrian Justinussen 0 5 Adrian Justinussen KÍ vann 3 2 á HB á heimavølli sunnudagin, tá fyrsta umfar av Betrideildini varð spælt. Føroyameistarin hevði tamarhald á meginpartin av dystinum, og høvdu eisini teir størru málmøguleikarnar. B36 tók felagsliðið, ÍVB, á bóli, og vann ein óvantaðan 4 1 sigur í Gundadali. ÍVB telist millum biðlarnar til FM heitið, meðan B36 í fleiri ár hevur ligið í tyngra endanum. Triði dysturin í fyrsta umfarið var ímillum NSÍ og EBS Skála, og tann dystin vann nýggja liðið í bestu deildini, NSÍ, greitt. Endaliga úrslitið gjørdist 4 0. Betrideildin KÍ HB 1 0 Eyðvør Klakstein 2 0 Poula Andreasen sjálvmál 2 1 Jónvá Hentze 3 1 Evy á Lakjuni 3 2 Sunniva Willemoes B36 ÍVB 1 0 Bára S. Magnussen 1 1 Hanna Isaksen Højgaard 2 1 Hjørdis Rasmusdóttir sjálvmál 3 1 Olga Kristina Hansen 4 1 Bára S. Magnussen NSÍ EBS Skála 1 0 Hansina Ronaldsdóttir 2 0 Unn Hvidbro 3 0 Unn Hvidbro 4 0 Heidi Sevdal Havnar Telvingarfelag tryggjaði sær føroyameistaraheitið við stórsigri á verandi meistarunum úr Sandavági. Dysturin endaði 3 . HT var kroyst undan síðsta umfari og skuldi vinna minst 3 1, um tað skuldi eydnast at gerast meistari. 14 ára gamal í høvuðsleikluti Bert 14 ára gamli Luitjen Akselsson Apol úr HT møtti roynda Torkili Nielsen hjá vágamonnum á 4. borði, og evnaríki unglingin sveik ikki álitið. Hann vann sannførandi, og tað gjørdi Olaf Berg eisini móti Silasi Thorsteinsson á triðja borði. Helgi Dam Ziska fekk remis móti Høgna Egilstoft Nielsen á 1. borði, og Martin Poulsen avgjørdi, tá hann koppaði Rógva Egilstoft Nielsen á 2. borði. 33 milliónir krónur eru settar av til arbeiðið, og Fíggjarnevndnin hjá løgtinginum hevur fingið at vita frá Landsverki, at 33 milliónir eru nóg mikið. Uppskotið til samtyktar um ikki at loyva mismuni á arbeiðsmarknaðinum vegna aldur er nú broytt til at verða ein áheitan á løgtingið um at biðja landsstýrið koma við lógaruppskoti, sum bannar mismuni og tryggjar javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum. Meirilutin í nevndini, umboðini hjá samgonguni, tekur ikki undir við uppskotinum um mismunin vegna aldur, tí landsstýrið ætlar at strika 70 ára aldursmarkið á almenna arbeiðsmarknaðinum. Og í samgonguskjalinum stendur, at aldurin eigur ikki at vera avgerandi fyri, nær farið verður av arbeiðsmarknaðinum. Tænastumannalógin og aðrar forskriftir verða broyttar samsvarandi. Aftur í ár skal frystilínuskipið Klakkur fiska toskin, sum Føroyar hava fingið á Flemish Cap fyri rossamakrel í Suðurkyrrahavinum. Klakkur skal fiska fyri partafelagið Thor Fisheries, sum eigur toskin, tí Thor hevði rætt til at fiska uppsjóvarfisk í Suðurkyrrahavinum. Gamla Kiosk Reto í Havn, har tú kundi keypa sigarettir í leysasølu, er nú vorðin handil hjá Vistgrøði. Sigarettirnar, Joly cola fløskurnar og Kims pakkarnir eru skiftir út við vistfrøðilig rís, heimagjørdur dadlukúlur og føroyskan tara. Vistgrøði er í veruleikanum eitt limafelag. Ístaðin fyri at keypa inn hvør sær, so keypir limafelagið stórt inn fyrst, og síðani kunnu limirnir keypa úr handlinum. Vistgrøði ætlar nú at økja um vørurnar á hillini. Eisini er ætlanin at gera ein nethandil. Men tað kostar, og tí biður felagið um hjálp. Lógin um doping og óreiðiliga ávirkan í ítrótti skal endurskoðast eitt ár eftir, at hon er samtykt og lýst, fyri at vita, um hon virkar sum hon skal. Og lógaruppskotið hjá Jenisi av Rana, landsstýrismanni, verður samtykt, tí øll Mentanarnevndin tekur undir við tí. Lógin skal galda bæði fyri ítrótt og fyri venjingarmiðstøðir. Mentanarnevndin sigur, at dopingareftirlitið eigur, tá talan er um venjingarmiðstøðir, at hugsa um fólk, sum íðka, tá tey eru sjúk, og um motiónistar, pensjónistar og onnur. Lógaruppskotið er eisini um matchfixing. Tað er, tá fólk fáa lyfti um fíggjarligan fyrimun afturfyri at virka fyri einum ávísum úrsliti. Seinnapartin mikudagin sendu manningarfeløgini og Reiðarafelagið boð eftir Semingsstovninum. Sáttmálaranir eru longdir til á midnátt í kvøld. Semingsstovnurin kann síðani leingja teir í upp til eina viku. Sáttmálarnir fóru úr gildi 1.apríl, men eru longdir nakrar ferðir síðani tá. Hoyr samrøðu við Boga Andreasen, leiðara í Reinsarínum, sum fær ábyrgdina av fimleikahøllini, sum verður til atelier. Antin hevur onkur næmingar sparka óvanliga hart, ella hevur kommunan tikið eitt petti av vegginum fyri at kanna, um blámusoppur goymir seg aftanfyri. 370 tilburðir vóru í fjør, sigur Krabbameinsfelagið í ársfrágreiðingini fyri 2019. Hetta er nógv størsta talið higartil í Føroyum. Endamálið við henni er at lýsa krabbamein í Føroyum yvirskipað og í smálutum. Eitt nú at kanna sambandið millum krabbamein og aldur, bústað, sosialar umstøður, broytingar gjøgnum tíðina, og eru summar familjur serliga hart raktar Eisini hevur barnakrabbi serligt fokus í hesi verkætlanini. Mentamálaráðið eigur at tosa við Kommunufelagið um forskúlarnar í frískúlunum, tí óvist er, hvør skal gjalda teir, landið ella kommunurnar. Minnilutin, sum er samgongan í hesum førinum, mælir til at samtykkja uppskotið. Men við teirri viðmerking, at landið og kommunurnar eru ikki samd, um forskúli er eitt skúlatilboð ella eitt dagstovnatilboð.Tey eru tí heldur ikki samd um, hvør skal gjalda raksturin. Meirilutin í Mentanarnevndin, andstøðan, heldur, at landið skal ikki áleggja kommunum útreiðslur fyri tilboð, sum kommunan onga ávirkan hevur á. Frískúlarnir eru privatir, tí hava kommunurnar onga ávirka á teir. Og korona hevur gjørt støðuna verri. Grønlendski landskassin er ávirkaður av koronu, og fær minni inn í skatti og avgjøldum samstundis sum fleiri útreiðslur hækka. Tað elvir til gjaldføristrupulleikar. Grønlenska landsstýrið hevur kunngjørt, at tað er til reiðar at læna 2,5 milliardir krónur fyri at tryggja gjaldførið, verður tað neyðugt. Skála B36, 6 2 0 1 Jan Hansen 1 1 Árni Frederiksberg 2 1 Michal Przybylski 3 1 Sebastian Pingel 4 1 Alex Mellemgaard 5 1 Meinhard Olsen 5 2 Niels Pauli Danielsen 6 2 Ragnar Samuelsen Mentamálaráðið hevur gjørt avtalu við stjóran á Vinnuháskúlanum, Wilhelm Petersen, um, at hann fer frá sum stjóri og heldur fram sum lærari á Vinnuháskúlanum frá næsta skúlaári Wilhelm Petersen hevur verið stjóri í Vinnuháskúlanum síðani í desember 2013. Smyril kann sigla við 500 ferðafólkum, Teisin við 150, Sam við 60, Ternan við 90, Ritan við 70, og Sildberin kann sigla við við 30 ferðafólkum. Tað sigur Kaj Leo Holm Johannsen, landsstýrismaður í heilsumálum, í sambandi við, at nógv kjak spurdist burtur úr ætlanini hjá Heilsumálaráðnum at geva sjúkrahúsunum nýggj nøvn. Í treytunum stendur, at tað kann annaðhvørt vera sama navn til øll trý sjúkrahúsini við undirheitum, sum vísa til økini Klaksvík, Tórshavn og Tvøroyri, ella trý ymisk nøvn, sum hóska saman. Tekniska nevnd í Sunda kommunu mælir býráðnum til at halda fast við verandi byggisamtykt í Saksun, um at økið oman ímóti Svartá skal vera sethúsaøki. Men flúgvingin millum Grønland og Danmark byrjar longu 31. mai eftir eini avtalu, sum landsstýrið hevur gjørt við Air Greenland. Eftir avtaluni verður flúgving tríggjar dagar um vikuna. Fyrsta stigið er at loyva 600 fólkum at koma til landið um vikuna. Øll skulu vera kannað av lækna, og kanningin má ikki vera eldri enn fimm samdøgur. Fólk. sum fara úr Grønlandi, mugu sjálvi taka ábyrgdina fyri tí,sum tey gera. Og verða fólk sjúk, mugu tey ikki koma heimaftur, segði Kim Kielsen. Tá farið verður til næsta stig, er ætlanin, at 1200 fólk skulu kunna koma til Grønlands um vikuna, men nær tað stigið verður sett í verk, er ikki avgjørt enn, segði grønlendsku landsstýrisformaðurin. Rannsóknirnar verða frá 29. juni til 24. juli í ár. Fyrstu dagarnir verða brúktir til fyrireikingar, og væntandi verður siglt 1. juli. Skipið skal bera útreiðslurnar, sum Havstovan hevur í sambandi við makrelkanningarnar í summar. Tær verða mettar til umleið 600.000 krónur Útreiðslurnar eru til ymsa útgerð í sambandi við kanningarnar, umframt útreiðslur hjá Havstovuni í sambandi við sigling og til at viðgera dátur og sýn, sum verða tikin umborð. Tað var hvørki neyðtøka ella tvingsil, tá trý fólk fyri nøkrum árum síðani høvdu samlegu og annað kynsligt samband við eina unga gentu í einum morgunballi. Tað er niðurstøðan hjá Føroya rætti, sum hevur dømt í málinum. Rætturin heldur ikki, at gentan var so illa fyri, at hon ikki kundi seta seg upp ímóti hendingini, og tí vórðu tey trý fólkini fríkend. Rúsevnið Ritalin var uppií, tá hendingin fór fram, og tí fingu tvey av fólkunum eina bót uppá 3.000 krónur, eftir lógini um rúsevni. Talan var millum annað um blygdanarskemd á snapchat. Hann hevði eisini í tveimum førum roynt at fáa samlegu við børn og ung, við at gjalda fyri tað. Og í einum føri hevði hann roynt at fáa samlegu við eina gentu, sum var so ávirkað, at hon ikki kláraði at seta seg upp ímóti hendingini. Maðurin fekk eitt árs treytaleysa fongsulsrevsing, og hann skal rinda gentuni 20.000 krónur fyri tort og sviða, gjørdi Føroya rættur av. Um stutta tíð fer nýggjur og nútímans tunnil millum Hvalba og Trongisvág at avloysa gamla Hvalbiartunnilin, sum er elsti tunnil í landinum og nú er ótíðarhóskandi. Í tí sambandi hava vit hitt fýra av teimum, sum í sekstiárunum vóru við at gera tann gamla Hvalbiartunnilin. 88 ára gamli Jóan Pauli Næs, 89 ára gamli Kári Norðberg, 82 ára gamli Fríðolv Eysturberg og 77 ára gamli Gert Joensen greiða frá arbeiðsumstøðunum og siga frá søgum, tá gamli Hvalbiartunnilin varð gjørdur. Teir boraðu við hond og kláraðu kortini at koma ígjøgnum eftir millum níggju og tíggju mánaðum . Saman við teimum fýra eru vit eisini inni í nýggja Hvalbiartunnlinum, har fáir hundrað metrar eru eftir at bora. Dánjal Pauli í Búðini, byggleiðari hjá Articon, og Ketil Nygaard, leiðari fyri boriarbeiðið hjá norska felagnum LNS, greiða teimum frá nýggja tunnlinum og vísa teimum boringina inni á 2.100 metrum. Nýggi tunnilin millum Hvalba og Trongisvág verður tilsamans 2.500 metrar. Hetta kann ikki á nakran hátt samanberast við arbeiðið sum vit gjørdu í 60 unum. Og hóast hetta er hugtakandi at síggja, so minkar tað kortini ikki um okkara avrik í sekstiárunum, er niðurstøðan hjá tunnilsveteranunum úr Hvalba. Jens Heri Bolsted Mortensen og Harald Dam sleppa ikki av tangaskipinum Dan Sabia. Og teir eru ikki teir einastu. Conrad Gaard Joensen, sum er maskinmeistari umborð á tangaskipainum Laprouse hjá DS Norden, skuldi av skipinum eftir átta vikur, men hevur nú verið umborð í 19 vikur. Jens Heri Bolsted Mortensen og Harald Dam skuldu verið heima um miðjan mars, og nú vit skriva 25. mai, er framvegis óvist, nær teir sleppa heimaftur. Tað eru fleiri føroyingar í hesari støðuni. Mærsk upplýsir fyri Kringvarpinum í dag, at fleiri av føroysku starvsfólkum teirra eru í somu støðu, tó at Mærsk ikki vil upplýsa, hvussu nógvar føroyingar talan er um. Síðst í innslagnum er samrøða við Dánjal Jákup Meinertsson, formann í Antares, sum er áhugafelagið hjá føroyingum í sigling uttanlands. Tríggjar fyritøkur, sum frá degi til dags mistu stóran part av bókingunum, eru Brim Bed og Brekfast, Sjóferðir og Rent your car. Og útlitini fyri summarið hjá hesum fyritøkum eru døpur. Yvirfriðingarnevndin hevur biðið lokala friðingarmyndugleikan í Vágum kanna málið í Lamba í Mykinesi, har ein gøta verður bygd gjøgnum lundalandið, tí byggingin krevur loyvi. Umhvørvið í Lamba er friðað og krevur tí loyvi frá myndugleikunum, sigur Henrik Møller, formaður í Yvirfriðingarnevndini, sum hevur biðið lokalu friðingarmyndugleikarnar í Vágum um at kanna málið nærri. Oddbjørn Joensen, Teitur Joensen og Tróndur Arge fjeppast í skotinum, hjá Adrian og so taka teir saman um 3. umfar í Betri deildini Limatalið í føroysku fólkakirkjuni lækkar støðugt, tó liggur limatalið uppi á næstan 80 prosentum. 79,1 prosent av Føroya fólki eru limir í fólkakirkjuni. Tað eru 41.272 fólk. Talið er støðugt minkað seinastu árini. Tað var 84,3 prosent í 2001 og 79,7 prosent í fjør, skrivar Hagstovan. Ógvuliga ymiskt er, hvussu nógvar limir, fólkakirkjan hevur. Í prestagjøldunum í Norðoyggjum eru 62 prosent av fólkinum limir í fólkakirkjuni. Í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi eru 91 prosent limir. 61 kirkjur og trý bønhús, og 26 prestar eru í fólkakirkjuni. Magni Mohr, professari í arbeiðs og ítróttarfysiologi, heldur fram sum formaður, meðan Súsanna Olsen, varastjóri á Klaksvíkar sjúkrahúsi, verður nýggj næstforkvinna. Unnur S. Fonn, lærari á Skúlatrøð Hallur Thomsen, viðskiftastjóri hjá Almannaverkinum Katrina L. Holm, sálarfrøðingur Katrin Danielsen, kommunulækni Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur Uppgávurnar hjá Fólkaheilsuráðnum eru millum annað at ráðgeva lands og kommunalmyndugleikum í sambandi við heilsufremjandi og sjúku og vanlukku fyribyrgjandi tiltøk. Ráðið skal eisini skipa fyri, at, ítøkilig heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi tiltøk verða sett í verk og framd, skrivar Heilsumálaráðið í tíðindaskrivi. Kirkjuráðini í prestagjaldinum mæltu landsstýrismanninum í kirkjumálum til at seta Gerhard Jónsson Mikkelsen í embætið. Hann hevur verið sóknarprestur í Karlslunde Strandkirke í Danmark síðani á vári 2014. Gerhard Jónsson Mikkelsen skal eftir ætlan byrja í starvinum í september, skrivar heimasíðan hjá fólkakirkjuni. Tvær umsóknir vóru til starvið sum sóknarprestur í Fuglafjarðar prestagjaldi. Í Fuglafjarðar prestagjaldi eru tríggjar kirkjusóknir, Elduvík, Leirvík og Fuglafjørður. Tvey bønhús eru eisini í prestagjaldinum, á Hellunum og í Funningsfirði. Semingsstovnurin hevur longt sáttmálarnar til á midnátt annað hvítusunnukvøld, mánakvøldið 1. juni. Sáttmálarnir fóru úr gildi 1. apríl, men eru longdir nakrar ferðir síðani tá. Tingið skal í dag atkvøða um vardar bústaðir, sum skulu dagførast, um forskúlar í frískúlum, har mælt verður til, at kommunurnar rinda raksturin, og um doping og óreiðiliga ávirkan í ítrótti. Skattaprosentið í kommununi í ár er 20,75 prosent, eftir at kommunan í desember samtykti at lækka skattaprosentið 0,25 prosentstig. Tað stendur í fráfaringaravtaluni, sum Uttanríkis og mentamálaráðið og Wilhelm E. Petersen, stjóri í Vinnuháskúlanum, gjørdu fyri einari viku síðani. Men sambært avtaluni skal Wilhelm E. Petersen byrja sum lærari í fullum starvi, tá næsta skúlaár byrjar. Og læraralønin skal so mótroknast í stjóralønini, stendur í fráfaringaravtaluni. Wilhelm E. Petersen gevst sum skúlastjóri 1.juni, men hann er fríttstillaður frá 18.mai. Wilhelm Petersen bleiv stjóri í Vinnuháskúlanum í desember 2013. Umframt gudfrøðina og próstastarvið, var lívsverk Jákup Dahls føroyska málið. Hann var ein teirra, sum stóð á odda í stríðnum at fáa málið inn um skúla og kirkjugátt. KÍ finst hvassliga at dómaraavrikinum hjá Peturi Reinert í dystinum millum ÍF og KÍ, sum var spældur leygardagin. Tað ger felagið í grein, sum var at lesa á almennu heimasíðu felagsins, ki.fo, í gjárkvøldið, men seinni var strikað aftur av síðuni. Tey, sum vóru til dyst í Fuglafirði leygardagin, vóru vitni til nakrar sera farligar støður, har ÍF leikarar ferð eftir ferð takklaðu bæði í luftini og aftanífrá, har tað bert gav gult kort, skrivar felagið. Bæði Karl Løkin og Ari Ólavsson Ellingsgaard fingu gul kort fyri takklingar, sum viðmerkjarar, bæði í Føroyum og í Noreg, hava sett spurnartekin við. Hettar eru farligar støður, sum kundu gjørt stóran skaða á okkara leikarar. Tað var sera heppið, at eingin av okkara leikarum komu skaddir frá hesum dystinum, og kundi tað væl hent seg, at eitt nú Bjartalíð gjørdist skaddur í 4 vikur ella meir í hesum dystinum, skrivar ki.fo. Vit meta ikki, at dómarin ger sítt arbeiði at verja leikararnar í dystinum móti slíkum farligum takklingum, sum ikki kunnu metast sum partur av siðiligum fótbóltsspæli. Leikararnir hjá ÍF spæla soleiðis, sum dómarin loyvir teimum, og tískil er tað dómarin, sum av røttum skal verja leikarar á báðum liðunum ímóti at slíkt kemur fyri, skrivaði heimasíðan í gjárkvøldið. KÍ heitir í somu grein á Fótbóltssamband Føroya og dómaranevndina at hyggja nærri at dømingini í dystinum millum ÍF og KÍ. Formaðurin í KÍ, Tummas Lervig, sigur í stuttari viðmerking, at greinin og innihaldið í henni ikki var viðgjørd av øllum pørtum, og at hon var ov hvassorðað, og tí varð hon tikin av aftur heimasíðuni. Hann sigur, at KÍ hevur álit á, at dømingin leygardagin og sum heild verður viðgjørd og eftirmett av viðkomandi myndugleikum á rættan hátt. Hann leggur afturat, at pláss skal vera fyri konstruktivum kritikki, og at atfinningarnar á ongan hátt vóru vendar ímóti ÍF og spælarum teirra. Greinin er dagførd viðmerkingunum frá Tummasi Lervig Hoyr alla søguna her. Søgan um borðið í Kirkjubø er ein sólskinssøga, sum er partur av sorgarleikinum um guvuskipið Principia, sum sakk út fyri Søltuvík í 1895. 28 mans vóru umborð. 27 av teimum sjólótust. Tann síðsti, Heinrich Anders, fatur fatur á eini lastalúku, sum hann rak á 14 tímar, áðrenn fólk úr Kirkjubø bjargaðu honum. Nakrar av orsøkunum til at talið er so høgt er, at vit liva longri, vit eru fleiri, og ein partur er, hvussu tað verður gjørt upp. Vit hava betri tøl nú, staðfestur Durita Tausen, forkvinna í Krabbameinsfelagnum. Í 2019 hevði Krabbameinsfelagið 40 ár baki. Øll árini síðan stovnanina hevur stórur partur av arbeiðinum hjá felagnum verið at hjálpa og vegleiða fólki, sum hava krabbamein og eisini teimum, sum varða av. Meira enn helmingurin av teimum, sum fáa staðfest krabbamein, gerast frísk, tí fyribyrgjandi arbeiði ger mun, umframt at viðgerðin og viðgerðartilboðini gerast fleiri og betri. Visjónin hjá Krabbameinsfelagnum er, at gátan um upprunan til krabbamein verður loyst. Fyri at koma á mál við hesum, verður arbeitt miðvíst innan fleiri økir, so sum at færri skulu fáa krabbamein, fleiri skulu yvirliva og fleiri skulu liva eitt gott lív við og eftir sjúku. Hetta verður millum annað gjørt við, at vit veita stuðul til gransking, upplýsa um krabbameinssjúkur og fyribyrging, ráðgeva og hjálpa fólki, ið eru rakt av krabbameini, teirra avvarðandi og teimum, ið hava mist. At fáa staðfest krabbamein, so skjótt sum til ber, er eitt avgerandi stig fyri at basa krabbasjúkuni. Heilsuverkið bjóðar kanningar fyri bróstkrabba og lívmóðurhálskrabba. Krabbameinsfelagið heldur at næsta stigið er, at vit eisini kanna fyri tarmkrabba. Hóast limatalið er vaksandi, so veksur tað ikki líka skjótt sum fólkavøksturin í landinum, og tí er talan um eina lækking í prosentum í limatalinum. Ein lækking, ið verður serliga sjónlig, tá hugt verður at gongdini síðstu 20 árini. Fíggjarnevndin hjá býráðnum viðgjørdi ætlanina 20. mai og sendi hana til býráðið við uppskoti um, at kommunuætlanin verður løgd út til almenna hoyring. Ætlanin samantvinnar lógir um eitt nú býarskipan, vegir, náttúru og umhvørvisvernd og almennar tænastur við politikkin hjá kommununi um bústaðir, umhvørvi og orku, parkering, frítíð og ítrótt, eldrapolitikk, barnapolitikk og ungdómspolitikk. Í einum nýmótans samfelag eigur tað ikki at vera eitt val hjá mammuni, at geva pápanum felags foreldramyndugleika ella ikki. Tað eigur pápin at fáa av sær sjálvum, heldur Martin Drangberg, sum í fleiri ár hevur arbeitt fram ímóti at broyta lógina um foreldramyndugleika. Hann hevur samskift við fleiri politiskar flokkar um spurningin. Málið verður lagt fram eftir ólavsøku, og eg trúgvi upp á, at tað fær góða undirtøku, sigur hann. Landskassin hevur tikið tríggjar milliardir krónur í láni við at selja lánsbrøv. Men hvussu fer ein slíkur handil fram Hvat er eitt lánsbræv Og hvør kann keypa eitt lánsbræv Meira peningur rennur úr barsilsgrunninum enn inn í grunnin. Samstundis ætlar samgongan at leingja barnsburðarfarloyvið. Hvat er ætlanin við barsilsskipanini, og hvussu nógv skal hon kosta Myndugleikarnir kanna í løtuni eitt mál um møguligt mishald av einum festi í Oyndarfirði. Vit seta spurningin, um seyðahald í Føroyum er nóg væl skipað. Stjórin á Búnaðarstovuni verður í útvarpsstovuni. Hóast korona nú hevur verið í skjótt tríggjar mánaðir, eru peningastovnarnir í Føroyum væl fyri at geva húsarhaldum og fyritøkum, sum koronutilbúgvingin hevur rakt, neyðugu hjálpina. Útlánsvøksturin er framvegis lítil. Hann var null prosent við árslok 2019, men trý prosent, tá donsku peninga og realkredittstovnarnir eru taldir við. Sama gongdin var í fyrsta ársfjórðingi í ár. Útlánini hjá føroysku peningastovnunum vóru 89 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni í 2019 og 96 prosent í 2018. Vøksturin í innlánum er eisini minni. Nú negativ renta er fyri innlán, eru vinnan og húsarhaldini farin at gjalda skuld í staðin fyri at seta pengar inn, sigur Váðaráðið. Í Evropa er eingin trupulleiki, og í Kina er støðan meira ella minni vanlig aftur, men trupulleikar eru enn við útflutninginum til onnur lond í Asia og í Amerika. Hóast korona hevur gjørt útflutningin hjá Bakkafrosti truplan, er fyritøkan ikki so ávirkað, sum so nógvar aðrar fyritøkur hava verið seinastu mánaðirnar. Tað ætlar Tjóðveldi, sum hevur lagt uppskot til samtyktar fyri løgtingið, um at heita á landsstýrið um at gera lóg, sum forðar fyri hesum. Landsstýrið greinar í løtuni, um tørvur er at leggja uppí við lóg, sum forðar útlendingum at keypa hús og jørð í Føroyum. Men í løtuni bendir einki á, at tað hevur bráðskund, sigur løgmaður. Bárður á Steig Nielsen sigur, at upplýsingar frá tinglesingini og meklarum, vísa, at tey, sum hava áhuga at keypa fasta ogn, eru persónar, sum hava tilknýti til Føroya, tí teir hava føroyskt p tal. Tá greiningin er liðug, verður støða tikin til, um tiltøk skulu setast í verk. Og verður gjørt av at gera lóg á hesum øki, kemur uppskotið í heyst ella næsta ár, sigur løgmaður. Í Tempo hesaferð tosað vit við Regin Guttesen, um lív hansara og verk. Eisini hoyra vit eitt nýtt lag hjá Regini, smíðja í samband við Corona hjálpararbeiði, hann, saman vísíni familju og samkomu, tekst við. Sáttmálin millum arbeiðarafeløgini og Føroya Arbeiðsgevarafelag gekk út 1. mai, men samráðingarnar byrjaðu seinni enn vanligt, av heilsutilmæli frá myndugleikunum. Nær sjálv semingin verður, er óvist í løtuni Arbeiðarafeløgini Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag hava tey seinastu nógvu árini samráðst í felag. Hóast fólk verða biðin um at fara í sóttarhald í 14 dagar, tá tey koma til Føroya, so er eftirspurningurin vaksin, og Atlantsflog fer at flúgva ein túr afturat um vikuna millum Vágar og Keypmannahavn frá 1. juni. LEITISSTEIN er og vitjar Teit Lassen á Velbastað, sum er samvertur í sendingini. Tað merkir, at Teitur eisini velur tónleik, sum honum dámar, til sendingina, eitt nú við nøvnum sum Bibio, Jenny Hval, Perfume Genius og Low. Petur Reinert, dómari, viðgongur, at hann skuldi havt sent tveir ÍF spælarar av vøllinum, tá KÍ vann 4 1 á ÍF í Fløtugerði leygardagin. Tað segði hann við FM1. Royndi dómarin hevur fingið atfinningar frá fótbóltsviðmerkjarum bæði her heima og á norsku rásini, TV2 fyri at lata spælarar sleppa við ov hørðum spæli. Tað eru hasar báðar støðurnar har, tað seinna gula til tann eina leikaran, og beinleiðis reytt til hin, sum eg haldi, at eg mangli, og tað er harmiligt, segði Petur Reinert við FM1. Hann vísir til støðurnar, tá Karl Løkin fekk gult kort fyri eitt fríspark móti Ole Erik Midtskogen, og tá Ari Ólavsson Ellingsgaard ikki fekk sítt seinna gula kort, tá hann tók beinini undan Deni Pavlovic. Heimasíðan hjá KÍ fanst at dømingini Í gjárkvøldið fanst heimasíðan hjá KÍ hvassliga at dømingini í dystinum í grein , sum kortini varð tikin av aftur síðuni seinni. Hettar eru farligar støður, sum kundu gjørt stóran skaða á okkara leikarar. Tað var sera heppið, at eingin av okkara leikarum komu skaddir frá hesum dystinum, skrivaði ki.fo. Vit meta ikki, at dómarin ger sítt arbeiði at verja leikararnar í dystinum móti slíkum farligum takklingum, sum ikki kunnu metast sum partur av siðiligum fótbóltsspæli, skrivaði heimasíðan. Tummas Lervig, formaður hjá KÍ, sigur, at greinin ikki var viðgjørd av øllum pørtum og var ov hvassorðað, og tí varð greinin strikað aftur. Petur Reinert hevur ongar viðmerkingar til greinina á heimasíðuni hjá KÍ. 17 prosent av ungum millum 18 og 24 ár kenna seg sera tyngd av einsemi, vísir nýggj kanning hjá Fólkaheilsuráðnum. Vit greina kanningina saman við formanninum í ráðnum, Magna Mohr. Vit tosa við nøkur ung, sum hava skrivað yrkingar um einsemi í vallærugreinini Skrivigleði. Gunnvá Winther og Bjørg Brynhildardóttir Egholm vitja saman við læraranum Oddfríði Marna Rasmussen. Hvussu hava tey gomlu tað, nú frástøða hevur ávirkað samfelagið seinastu mánaðirnar, spyrja vit forkvinnuna í Landsfelag Pensjónistana, Beate L. Samuelsen. Landskassin hevur tikið tríggjar milliardir krónur í láni við at selja lánsbrøv. Men hvussu fer ein slíkur handil fram Hvat er eitt lánsbræv Og hvør kann keypa eitt lánsbræv Vit tosa við landsbankastjóran og nýggja formannin í Búskaparráðnum. Meira peningur rennur úr barsilsgrunninum enn inn í grunnin. Samstundis ætlar samgongan at longja barnsburðarfarloyvi Hvat er ætlanin við barsilsskipanini og hvussu nógv skal hon kosta Myndugleikarnir kanna í løtuni eitt mál, um møguligt mishald av einum festi í Oyndarfirði. Vit seta spurningin, um seyðahald í Føroyum er nóg væl skipað. Nú ert lættari at sleppa um mørkini til danska ríkið. Fólkatingið hevur linkað krøvini, og broytingin verður eisini galdandi fyri Føroyar, men avgerðin er ikki tikin í samráð við politiska myndugleikan í Føroyum. Danska stjórnin hevur broytt reglurnar fyri, hvat skal til fyri at sleppa inn í danska ríkið. Broytingin verður samstundis sett í verk í Føroyum. Tað er ikki longur neyðugt at skjalprógva síni ørindi, tí man nú í staðin bert skal skriva undir skjal um, at man hevur eitt endamál, sum livir upp til treytirnar fyri at koma inn í landið. Treytirnar fyri at sleppa inn í danska ríkið eru, at man skal annahvørt skal vitja familju, hjúnarfelag ella ein, man er í parlagi við, eigur summarhús, skal veita tænastur ella vørur, at man hevur vinnuloyvi ella um man býr ella arbeiðir í landinum. Málið byrjar við, at Klaksvíkar kommuna, umvegis sjálvsognarstovnini Kráarbrekka, hevur latið byggja 30 íbúðir, umframt eina veghædd og ein kjallara. Upprunaliga var meiningin, at Bústaðir skuldi fíggja og standa sum eigari av byggingini, men tað varð broytt til, at sjálvsognarstovnurin skuldi standa fyri byggingini. Sambært frágreiðingini hjá kommunala eftirlitinum greiðir Klaksvíkar Kommuna tann 30. november Heilsu og innlendismálaráðnum frá, at kommunan ætlar at leiga veghæddina frá sjálvsognarstovninum fyri síðani at leiga feløgunum og fyritøkum hana. Tær ætlanirnar broytast, og í eini frágreiðing tann 11. mars hevur Klaksvíkar Kommuna greitt frá, at 28. februar samtykkir kommunan at keypa veghæddina og kjallaran frá sjálvsognarstovninum. Kostnaðurin er mettur at vera 25 milliónir krónir. Kommunan hevur nú ætlanir um, at Kunningarstovan skal flyta inn á veghæddina, og yvirskotskapasiteturin skal leigast út til vinnuligt virksemi. Kommunala Eftirlitið heldur ikki, at kommunan, umvegis sjálvsognarstovnin, hevur havt heimild til byggja íbúðir. Skal kommunan byggja íbúðir, so skal tað hava ein kommunalan áhuga og er almannagagnligt . Sambært vanligum kommunurætti er tað vanliga heldur ikki ein kommunal uppgáva at útvega, eiga og reka fastognir, skrivar Kommunala Eftirlitið. Hotell og matstovuvinnan hevur ongar inntøkur havt fleiri mánaðir. Rættarnevndin hevur útbygt eitt uppskot til samtyktar frá Rósu Samuelsen og Djóna Nolsøe Joensen um Arrestina í Mjørkadali. Tey vildu hava, at umstøðurnar har vera sum í danska fongsulsverkinum annars. Men Rættarnevndin er komin við einum broytingaruppskoti, sum eisini umfatar eitt sokallað útslúsingartilboð í sambandi við leyslating og nýtt fongsul í Føroyum. Talan er tó framvegis bara um eitt uppskot til samtyktar, um eina áheitan á landsstýrið. Rættarnevndin sigur, at Arrestin í Mjørkadali er bæði varðhald og fongsul, hóast varðhald og fongsul eru hvørt sítt. Men tey, sum verða dømd at sita í meira enn eitt ár, verða send til Danmarkar. Hetta kann kennast sum ein eyka revsing, sigur Rættarnevndin. Nevndin hevur fingið at vita frá Amnesty International, at varðhaldsfangar í Føroyum verða oftari avbyrgdir enn fangar í øðrum londum, tí so trongligt er í Arrestini í Mjørkadali. Og í Danmark vita tey um Arrestina í Mjørkadali. Tí Nick Hækkerup, løgmálaráðharri, svarar Bárði á Steig Nielsen, løgmanni, at hann fer at venda sær til Kriminalforsorgina um Mjørkadal. Løgtingið fer í dag at atkvøða um uppskotið hjá Bjarna Hammer, løgtingsmanni, um at stovna partafelag, sum skal gera undirsjóvartunnil til Suðuroyar. Samgongan tekur heldur ikki undir við hinum uppskotunum til samtyktar frá andstøðuflokkum, sum atkvøðast skal um í tinginum í dag. Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi biðja landsstýrið koma við lógaruppskoti, sum bannar mismuni og tryggjar javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum. Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í svari til Bjørt Samuelsen, løgtingskvinnu, sum spurdi løgmann um hjálp til ferðavinnuna og, hvussu arbeiðsloysi skal fyribyrgjast. Um arbeiðsloysið sigur løgmaður, at um helvtin teirra, sum eru í lønarískoyisskipanini hjá Als, fara í arbeiðsloysisskipanina, verður arbeiðsloysið í Føroyum seks prosent. Hoyr samrøðu við Maibritt Jakobsen her. Til 325 studentar, 103 á búskaparbreytini, sum fyrr æt HH, 28 tekniskar studentar í Klaksvík, 11 til Miðnám í Vestmanna, 19 næmingar á serbreytunum og til fimm FHS næmingar í Suðuroy. Nýggjasta sniðið eiga næmingarnir á serbreytini. Litirnir eru grønt, hvítt og svart. Vanliga verða næmingaráðini tikin við uppá ráð, tá sniðið á húgvunum skal finnast. Korona hevur framskundað alt. Flestu pisurnar eru floygdar longu hálvan juni í ár. Húgvurnar skulu tískil koyrast út til skúlarnar longu í næstu viku. Men tíðarætlanin heldur, lova seymikonurnar í Marjuni Heimá. Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, í svari til Aksel V. Johannesen, løgtingsmann. Hann sigur, at ikki ber til at siga við vissu, hvussu nógvar útlendskar fyritøkur selja talgildar tænastur í Føroyum fyri meira enn 50.000 krónur. Ongar skrásetingar eru um tað. Jørgen Niclasen sigur, at TAKS veit ikki, um fólk í Føroyum rinda avgjøld, tá tey keypa talgildar tænastur frá fyritøkum, sama um tær eru skrásettar at rinda meirvirðisgjald í Føroyum ella ikki. Men tey kunnu hava goldið meirvirðisgjald í øðrum londum. Aksel V. Johannesen sigur, at sambært frágreiðing hjá Sjúrði Skaale, fólkatingsmanni, rinda føroyingar avgjøld fyri at brúka talgildar tænastur frá útlendskum fyritøkum, hóast tær ikki eru MVG skrásettar í Føroyum. Alexandra á Dul, stjóri á Klaksvíkar sjúkrahúsi, sigur, at tað hevur alstóran týdning fyri leiðslubólkin, at fólkið sleppur at siga sína hugsan um nøvnini. Gongst sum ætlað, verður arbeiðið at byggja nýggja Bú og umlættingarheimið á Argjum til børn og ung við autismu, nevnt Kvíggjartún, boðið útaftur í summar. Upprunaliga var ætlanin, at Bú og umlætingarheimið skuldi kosta 29 milliónir krónur, men í desember í fjør varð tann prísurin lagaður til 42 milliónir krónur. Men tá tilboðini vórðu latin upp, var lægsta tilboðið 56 milliónir krónur, 14 milliónir hægri enn dagførda kostnaðarmetingin. Og tað varð ov dýrt, helt landsstýriskvinnan, sum ógildaði útbjóðingina. 80 prosent av øllum føroyingum eru limir í fólkakirkjuni. Áleið 20 fólk melda seg í miðal úr fólkakirkjuni árliga. Men hvat missir tú, um tú meldar teg úr fólkakirkjuni og hvørjir eru ágóðarnir við at vera limur í fólkakirkjuni Tað eru greiðar reglur hvørjar tænastur kirkjan bjóðar til limir í fólkakirkjuni og til tey, ið ikki eru limir. Í nøkrum førum verður hugt millum fingrarnar, men í samband við eina jarðarferð kemur presturin mangan í eina tvístøðu, tí tann deyði fyri kortum hevur strikað seg sum lim í fólkakirkjuni, men tey avvarðandi vilja hava eina kirkjuliga jarðarferð við stórari prædiku og sangi. P bollin verður ofta lýstur sum eitt av teimum mest umráðandi framstiginum innan kvinnuheilsu í 20. øld. Mentur av Dr. Gregory Pingus í 50 unum, kom p bollin á marknaðin í USA í 1960. Seks ár seinni kom fyribyrgingin eisini til Danmarkar. Hetta var eitt stórt frambrot fyri kvinnuheilsu, at man fekk atgongd til fyribyrging, sigur Katrin Kallsberg. Millum annað tað, at man kundi planleggja, at tað ikki var so stutt ímillum børnini, fekk stóran týdning. Manglandi fyribyrging gjørdi millum annað, at fleiri kvinnur doyði í barsilssong, tí tað var ov stutt ímillum burðartíðina. Tiltøkini verða tó bara framd, um koronutilmælini framvegis eru í gildi á ólavsøku, millum annað tilmælið um, at í mesta lagi 100 fólk kunnu vera saman. Tórshavnar kommuna sigur í skránni fyri býráðsfundin í annaðkvøld, at hon vil hava eina so vanliga ólavsøka sum gjørligt, men vil royna at fáa fólk til at halda ólavsøku við frástøðu. Seinnapartin í gjár slitnaðu samráðingarnar millum arbeiðarafeløgini og Føroya arbeiðsgevarafelag. Semingsstovnurin og partarnir samdust um at leingja sáttmálarnar til hósdagin 4. juni á miðnátt. Heðin Mortensen vil millum annað hava at vita, um landsstýrismaðurin heldur tað vera nøktandi, at Búnaðarstovan sigur, at lóg, reglur og játtan ikki eru til taks at hava nøktandi eftirlit við festum og seyðahaldi. Treingir seyðahaldið í Føroyum til nýhugsan Hvussu við djóravælferðini og fyrilitinum fyri náttúruni. Hevði meira komið burturúr við at lækka áseyðatalið og at hava seyðin inni um veturin Fyri fyrstu ferð síðani 2011 sendir USA rúmdarmenn í einum amerikonskum rúmdarfar til altjóða rúmdarstøðina. Hetta verður av fleiri fatað sum ein søgulig hending. Verða talufrælsið og onnur frælsisrættindi nú avmarkað í Hongkong Ófriður er kyknaður aftur í Hongkong, eftir at Kina fer at seta eina trygdarlóg í gildi, sum stór mótstøða er ímóti. Silja Strøm hevur, frá hon var heilt ung listakvinna, víst sans fyri originalum kompositiónum, sjálvstøðugum brúki av litum, og einum sterkum, persónligum og poetiskum myndamál . Soleiðis skrivar dómsnevndin millum annað í grundgevingum sínum fyri at velja Silju burturúr teimum 22 umsóknunum til listafólkaløn, sum komu inn hesaferð. Hoyrið her samrøðu við Silju Skandinaviska flogfelagið, SAS, tvífaldar talið á fráferðum í juni mánaði. Talan er um flogferðir til støð í bæði Evropa og USA, skrivar DR á heimasíðuni. Fyrst og fremst verður rutuflúgving millum londini í Skandinavia, men ferðafólk kunnu eisini gleða seg til at sleppa á ferð úr Keypmannahavn til býir sum Amsterdam, Chicago og New York, boðar flogfelagið frá, sambært danska kringvarpinum Sambært lógaruppskotinum, sum helst verður samtykt seinni í dag, verður tað bannað at gera gjøldur burtur úr kinesiska tjóðsanginum. Eygleiðarar vænta, at lógaruppskotið verður samtykt.Fólk kunnu verða dømd inn at sita í trý ár og fáa tíggjutúsundtals krónur í bót, verður lógaruppskotið endaliga samtykt. Vegir vórðu avbyrgdir, og rusk og seymir eru løgd á jarnbreytir, sigur løgreglan. Fleiri fólk hava eisini borið vápn, og eldur er settur á fleiri staðni. Nógv løgreglufólk royndu at halda mótmælisfólkunum burtur frá bygningunum hjá lóggávuvaldinum, skriva tíðindastovurnar Ritzau og DPA. Sambært lógini kann Kina snúgva sær undan lógarverkinum í Hongkong og samtykkja landsumfatandi lógir um svikagerðir, eggjan til uppreistur og útlendska uppílegging. Í fjør summar og heyst var nógvur ófriður í Hong kong, men seinastu mánaðirnar hevur verið friðarligt orsakað av COVID 19, men nú eru mótmælisrørslur aftur farnar at gera um seg. Jens Meinhard Rasmussen, nevndarformaður í Magn, sigur, at við Hendriki Egholm sum stjóra er Magn vorðin ein sterk og týðandi fyritøka, sum er væl fyri at møta avbjóðingunum, millum annað skiftinum til grøna orku. Tí kunnar Fótbóltssamband Føroya nú feløgini um, at ein spælari kann verða bannaður fyri lívstíð, um hann er við í avtalaðum spæli. Avtalað spæl kann lýsast soleiðis, at úrslitið av dystinum ikki verður avgjørt á vøllinum, og onkur uttanfyri vøllin hevur gjørt avtalu við ein ella fleiri spælarar, hvat úrslitið av dystinum verður Sjónvarpsrisin ZDF Arte hevur keypt føroysku krimirøðina Trom , sum ætlanin er at taka upp í Føroyum. Sostatt er kriminrøðin á gáttini til at gerast veruleiki. Men skal røðin takast upp í Føroyum, má framleiðslufelagið fáa somu fíggjarligar treytir fyri at taka upp í Føroyum, sum felagið fær í Íslandi. Mitt í hesi krónutíð er heitið á nýggjari bók hjá Carl Johan Jensen. Talan er um eina dagbók, har Carl Johan hevur politiskar viðmerkingar til ymsar hendingar, sum eru farnr fram seinastu tíðina. Rithøvundurin var gestur í vikuskiftissendingini fríggjadagin 22. mei. Spyrjarin setur spurningar út frá einum fyrigyklaðum politiskum móttøðuvinkli. Hetta er gjørt við skálkabrosi og er ikki umboðandi fyri politisku støðuna hjá vikuskiftissendingini ella KVF. Vikuskiftissendingin er, eins og KVF, politiskt óheft. Stóra tónlistarliga tiltakið Summartónar, sum fyrstu ferð varð hildið í 1992, byrjar í ár komandi sunnudag. Vit hava vitjan av Kristiani Blak, sum greiðir okkum eitt sindur frá ársins tiltaki. Filmsfelagið skipar nú aftur fyri sýningum. Í kvøld eru tveir føroyskir filmar á skránni. Vit tosa við annan av leikstjórunum. Stóra føroyska bókaútsølan byrjar í dag. Vit tosa við formannin í Bókahandlarafelagnum. Og so ummælir Jógvan Isaksen, bókmentafrøðingur, bókina Ein táttur er silvur eftir Sólrun Michelsen. Hoyrið sendingina her Ein arbeiðsvanlukka í Kollafirði seinnapartin hevur kravt eitt mannalív. Ein trukkur koppaði á ein 61 ára gamlan mann, sum alt fyri eitt varð fluttur á Landssjúkrahúsið, har tað var staðfest, at hann var deyður av løstunum. Løgreglan tryggjar nú økið, soleiðis at Arbeiðseftirlitið kann gera kanningar av vanlukkuni, sigur Bjarni Nattestad, vaktleiðari hjá politinum. Løgreglan hevur boðað frá ófriði, sum byrjaði klokkan 5 30 lokala tíð. Vegir vórðu avbyrgdir, og rusk og seymir eru løgd á jarnbreytir, sigur løgreglan. Fleiri fólk hava eisini borið vápn, og eldur er settur á fleiri staðni. Nógv løgreglufólk royndu at halda mótmælisfólkini burtur frá bygningunum hjá lóggávuvaldinum, skriva tíðindastovurnar, Ritzau og DPA. Stjórnin í Hong Kong fagnaði fyrr í vikuni einum uppskoti hjá kinesisku stjórnini um eina nýggja trygdarlóg á økinum. Sambært lógini, kann Kina snúgva sær undan lógarverkinum í Hong Kong og samtykkja landsumfatandi lógir um svikagerðir, eggjan til uppreistur og uppíleggjan uttaneftir. Í fjør summar og heyst var nógvur ófriður í Hong Kong, men seinastu mánaðirnar hevur verið friðarligt orsakað av COVID 19, men nú eru mótmælisrørslur aftur byrjaðar at gera um seg. Treingir seyðahaldið í Føroyum til nýhugsan Hvussu við djóravælferðini og atlitunum til náttúruna. Bøndur og seyðaáhugað umrøða hesar spurningar í sendingini í dag. Klokkan tríggjar minuttir yvir hálvgum níggju í kvøld verða tveir rúmdarfarar ella astronautar sendir avstað móti altjóða rúmdarstøðini. Ein søgulig hending vilja fleiri vera við. Men hvønn týdning hevur hetta. Tann spurningin seta vit seinni í sendingini. Luttakarar Gunnvør Dam Jensen, festibóndi í Kollafirði, Jan Thomsen, óðalsbóndi á Eiði, Johan Jógvansson, bóndi í Saksun, Gunnar Bjarnasson, landbúnaðarfrøðigur, David Arge Klevang Pedersen, adjunktur á DTU Space Center, Martin Andreas Kruse, stjóri í Tesla Import Finalan í spurnarkappingini um staðarnøvn í Sandoyar sýslu, sum eisini umfatar Skúvoynna og Dímun. Báðir finalistarnir komu í finaluna við hvør sínum 28 av 30 møguligum stigum. Ólavur Clementsen hevur gjørt spurningarnar, og er hann eisini dómari. Vinnari gjørdist Jógvan Joensen úr Dali. Í steðginum sang ein trio mannað av Aleks Jespersen, Christian Højsted, Fisher Johannesen syngja Móðir, kæra móðir eftir Hans Andreas Djurhuus. Lag Jóhannes Johannesen. Harmonikuundirspæl Jóhannes Johannesen. Luttakarar Eyðun Viderø av Sandi. Jógvan Joensen í Oyrargarði í Dali. Vertur Leivur Hansen. Annað umfar í spurnarkappingini um staðarnøvn í Sandoyar sýslu, sum eisini fevnir um Skúvoynna og Dímun. Kappingina seinast vann Jógvan í Oyrargarði í Dali, og vinnarin her skal møta honum í finaluni. Ólavur Clementsen hevur gjørt spurningarnar, og er hann eisini dómari. Vinnari gjørdist Eyðun Viderø. Í steðginum sang ein trio mannað av Aleks Jespersen, Christian Højsted, Fisher Johannesen syngja Meg minnist eina mynd eftir Hans Andreas Djurhuus. Harmonikuundirspæl Jóhannes Johannesen. Luttakarar Jógvan Nicodemussen, Jógvan í Klingruni, á Sandi. Eyðun Viderø, Eyðun hjá Luther, á Sandi. Vertur Leivur Hansen. Ingálvur av Reyni og Ruth Smith eru tvey av fremstu føroysku listafólkunum. Ongin føroyskur listamaður hevur vegað gøtur og flutt mørk sum Ingálvur av Reyni. Fyri honum er tað at vera listamaður tað sama sum støðugt at leita nýggjar leiðir. Fyrst í 1960árunum sýndi hann á fyrsta sinni fram málningar, ið kunnu rópast abstraktar kompositiónir. Ruth Smith var Føroya fremsti koloristur. Tey átta árini henni untist at arbeiða í Føroyum, málaði hon síni høvuðsverk. Ruth Smith var sera atfinningarsom móti sær sjálvari, og treyðugt sýndi hon fram. Listarliga stríð hennara var ein pínufull stremban eftir tí fullkomna. Endursending í samband við 75 ára dagin eftir Seinna heimsbardaga. Bretar aftur í Vágum. Í Sandavági hittu vit tann 85 ára gamla Thor og dóttir hansara Elinborg. Thor var 37 ára gamal, tá bretar komu til Vágar í 1942. Eisini var Minningarhald í Kirkjugarðinum í Sandavági, har Emil Olsen prestur helt minningartaluna. Lagt til rættis Leivur Hansen og Dagmar Joensen Næs. Tað segði Búskaparráðið við Fíggjarnevndina hjá løgtinginum mánadagin. Eitt tilfeingisgjald kann geva landskassanum næstan fulla virðið av tí tilfeinginum, sum eitt veiðiloyvi umboðar. Eitt tilfeingisgjald vildi eisini gjørt tað óneyðugt til dømis at órógvast um útlendskan kapital í føroysku fiskivinnuni, sigur Búskaparráðið. Í staðin fyri at skatta søluvirðið, sum er avtalað millum partarnar, kundi væntaða framtíðar inntøkan í upp til 12 ár av hesum veiðiloyvinum verið skattað. Uttanlandsnevndin hjá løgtinginum fer í dag at viðgera eina áheitan um samráð við løgmann og landsstýrismannin í uttanríkismálum um fjarskiftisnet, 5G tøkni, trygdar og verjupolitikk og samráðingar við donsku stjórnina. Høgni Hoydal og Heðin Mortensen ætla at spyrja um samskifti, samráðingar og avgerðir landsstýrisins í málinum um fjarskiftisnet, 5G tøkni og trygdar og verjupolitikk. Teir ætla eisini at spyrja, hví og við hvørjari heimild løgmaður sendir tíðindaskriv um, at fjarskiftismál og avgerðir um hetta, sum er føroyskt málsøki, skal gerast partur av trygdar og verjupolitikki, og koma undir danska lóggávu. Vist Faroe Islands, Kunningarstovur, kommunur og Ferðavinnufelagið eru saman um nýtt átak, ið eggjar føroyingum at ferðast í egnum landi í summar. Endamálið er at varpa ljós á mongu frálíku vørurnar og tænasturnar, ið eru mentar hesi seinastu árini og at fáa føroyingar at ferðast í Føroyum og stuðla lokalu vinnuni. Lat hini eiga Eiffeltornið, Frælsisgudinnuna og pyramidurnar Føroyar eiga Kallin. Ein sjáldsama vakur túrur og ein sólarklárur møguleiki hjá familjum og vinarbólkum. Soleiðis ljóðar brot úr lýsing fyri føroyskar pakkaferðir sum eru at finna á nýggju heimasíðuni ferðist.fo. Heimasíðan, ið verður sýnisgluggi fyri upplivingar og tænastur kring alt landið, vendir sær ímóti familjum, bólkum og einstaklingum. Á heimasíðuni ber til at finna sær íblástur til upplivingar í Føroyum eins og tað er møguligt at keypa útvaldar upplivingar. Hóast antidopingarbeiði hevur fleiri á baki í Føroyum, so er alt arbeiðið gjørt, uttan at nøkur lóggáva hevur verið galdandi á økinum. Tá fimm ára eftirlitið var í skúlanum á Argjaharmi, varð staðfest, at trupulleikar vóru við tekjuni, vindeygunum og pørtum av klædninginum. Umframt endurgjaldið frá tryggingini, er uppskot um semju gjørt við byggifelagið Articon um at umvæla takið fyri góðar 600.000 krónur. Mett verður eisini, at tað fer at kosta ein fjórðing meira at umvæla klædningin enn tær sløku 2,5 milliónirnar, sum tryggingin rindar. Leygardagin sleppa fólk at síggja skúlan. Men fólk skulu tekna seg á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu, tí bara 100 fólk sleppa inn í senn. Semingsstovnurin sendi um níggjutíðina í gjárkvøldið samráðingarfólkini hjá teimum trimum manningarfeløgunum og Reiðarafelagnum til hús at umhugsa støðuna. Semingsstovnurin hevur longt sáttmálarnar til á midnátt annað hvítusunnukvøld, mánakvøldið 1. juni. Sáttmálarnir fóru úr gildi 1. apríl, men eru longdir nakrar ferðir síðani tá. Ofta eru tað óroyndir týðarar, sum týða, og so eru nakrar fellur , sum avdúka, at teksturin er týddur og ikki skrivaður upprunaliga á føroyskum. Ein vansi við tí er, at slíkar orðingar so við og við sníkja seg inn í málið, so vit ikki longur varnast, at tær ikki hoyra heima á føroyskum, greiðir Elin Henriksen, málkøn frá. Dømi Hon setti seg í bil sín og koyrdi avstað er týtt úr donskum. Á føroyskum tilskila vit ikki, at tað var hennara bilur, uttan so, at tað er neyðugt, tí tað tykist óvæntað út frá samanhanginum. Vit siga bara Hon setti seg í bilin og koyrdi avstað . Mamman gekk túr við sínum børnum . Tað er óneyðugt at siga sínum . Tá ið vit siga Mamman gekk túr við børnunum, so vita vit, at tað verður meint við hennara egnu børn. Annars høvdu vit sagt, hvørs børnum tað var. Hann útinti arbeiðið hjá sær bæði skjótt og væl . Har kundi man heldur sagt, at hann arbeiddi bæði skjótt og væl, ella at tað var væl úr hondum greitt. Sín, hansara og teirra Enn verri verður tað við enskum, tí har hava tey als ikki orðið sín sítt , men siga í staðin his ella her . Fara vit tá at siga hansara ella hennara , so er tað ikki longur tað, sum hoyrir til viðkomandi, men okkurt, sum hoyrir til onkran annan. Á føroyskum siga vit eisini síni í fleirtali, men har siga tey á donskum eins og á enskum deres , tí sin sit er bara eintal De rejste hjem til deres egen by Tey fóru heim til sín egna bý . Ikki teirra. Eitt annað, sum kann fáa ein týddan tekst at tykjast tungan, er um øll navnorð verða týdd til navnorð í staðin fyri at verða umskrivað til sagnorð. Tað ber til at siga til dømis at børnini eru góðir lesarar , men vit kunnu saktans siga, at børnini duga væl at lesa . Ella hann er góður til at gera mat sig heldur, at hann dugir væl at gera mat. Landsstýrið skal, sambært løgtinginum, koma við einum lógaruppskoti, sum skal fremja settu málini fyri landbúnaðin komandi 10 árini. Velux grunnurin hevur játtað 1,2 milliónir krónur til at granska nýtsluna av heilivági hjá elstu borgarunum í Føroyum, tað eru tey, sum eru 90 ár og eldri. Gjøgnum samrøður við tey gomlu skulu tey og avvarðandi fáa innlit og ávirkan á egnan heilivág, sigur Maria Skaalum Petersen, granskari í verkætlanini. Verkætlanin er samstarv millum Sjúkrahúsverk Føroya, Fróðskaparsetrið, Landsapotekaran, Landsfelag Pensjónista, kommunusamstørvini, Kommunulæknafelagið, Heilsumálaráðið og Kaare Christensen, professara á Syddansk Universitet. Landsbankin sigur sum Búskaparráðið, at fleiri pengar fáast í landskassan við at krevja tilfeingisgjald frá fiskivinnuni enn at taka skatt, tá veiðiloyvi verða seld við vinningi. Landsbankin sigur við Fíggjarnevndina hjá løgtinginum, at sera trupult verður at umsita eina lóg, sum krevur skatt, tá veiðirættindi verða seld, og ivasamt er, um landskassin fær nakað burturúr slíkari sølu. Heldur enn at taka serskatt, tá rættindi verða seld, eiga vit at taka alla tilfeingisrentuna inn umvegis tilfeingisgjaldið, sigur Landsbankin. Veiðigjøldini eiga at verða sett so, at tey taka inn alla ta mettu, ella roknaðu, tilfeingisrentuna. Tilfeingisrentan er tað yvirnormala avkastið. Fyrimunurin við einum árligum tilfeingisgjaldi er, at landskassin fær gjald fyri veiðirættindi, heldur enn ein skatt, har sum inntøkan er óviss, og har eingin kann siga, hvussu nógv verður goldið, nær nakað verður goldið, og har tað er ivasamt, um nakað yvirhøvur verður goldið, sigur Landsbankin. 23.mars segði Vága floghavn í tíðindaskrivi, at seinastu dagarnar hava vit viðgjørt viðurskiftini, og tað er púra greitt, at fyri at tryggja fíggjarliga grundarlagið hjá Vága floghavn er neyðugt at laga virksemið til støðuna, segði Regin Hammer, sum tá var nevndarformaður í Vága floghavn. Í 2007 byrjaði Herit at missa hárið á høvdinum og um allan kroppin. Tað var svárt í byrjanini, men hon sló seg skjótt til tols við støðuna og hevur altíð verið opin um, at hon einki hár hevur. Nú hevur hon gjørt ein vanga á sosiala miðlinum, Instagram, har hon greiðir frá, hvussu lívið er uttan hár, og gevur øðrum góð ráð. Nógv vendu sær til mín, sum hava somu sjúku ella hava mist hárið av krabbameini, og spurdu seg fyri, hvussu eg geri við parykkum og øðrum. Tí valdi eg at gera hendan vangan, greiðir Herit frá. HB og Víkingur bresta saman í Gundadali í kvøld. Liðini, sum liggja á triðja og fjórða plássi á stigatalvuni, skulu berjast um at fylgja við B36, sum vann á TB í gjár og hevur fult stigatal. HB hevur vunnið allar sínar dystir higartil, men hava ikki spælt ímóti nøkrum av liðunum, sum væntandi vera at síggja ovarliga á stigatalvuni. Føroyameistararnir eru komnir í gongd KÍ tekur ímóti EB Streymi við Djúpumýru. Føroyameistarin tapti í fyrsta umfari fyri B36, men hevur síðan vunnið tvær ferðir á rað á útivølli móti TB og ÍF. Síðsti dysturin í verður á Skála, har heimaliðið tekur ímóti AB. Skála hevur einki stig fingið burturúr higartil, meðan AB bert hevur tað eina. Kringvarpið sigur frá botndystinum. Dystirnir í kvøld HB Víkingur 17 00 KÍ EB Streymur 19 00 Skála AB 19 00 Kringvarpið sigur frá B36 og NSÍ gjørdu sína skyldu Tveir dystir í fjórða umfari vóru í gjár. Oddaliðið, B36, vann fjórðu ferð á rað á útivølli móti TB, og NSÍ vann sannførandi á heimavølli við Løkin móti ÍF, eftir tapið í Sarpugerði farna umfar. Úrslit í gjár TB B36, 1 3 0 1 Michal Przybylski, 7 minuttir. 1 1 Poul Ingason, 29 minuttir. 1 2 Sonni Ragnar Nattestad, 42 minuttir. 1 3 Meinhard Olsen, 49 minuttir. NSÍ ÍF 1 0 Klæmint A. Olsen, 8 minuttir. 2 0 Klæmint A. Olsen, 50 minuttir. 3 0 Mórits Heini Mortense, 57 minuttir. 4 0 Klæmint A. Olsen, 59 minuttir. 5 0 Betuel Hansen, 76 minuttir. Tað var ein forsyndaður løgtingsformaður, sum í gjárkvøldið brádliga mátti ásanna, at løgtingið var ikki viðtøkuført, tí bara 16 tingfólk vóru í tingsalinum. Løgtingsformaðurin mælir til, at ein greiðari skipan fyri, hvussu løgtingsfólk cleara hvønn annan, verður sett í verk í løgtinginum. Hjálparpakki 3 er liðugur, og í morgin verður skipað fyri tíðindafundi, har kunnað verður um høvuðstættirnar í hjálparpakkanum, boðar Løgmansskrivstovan frá. Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hevur sagt, at triði hjálparpakkin er serliga ætlaður ferðavinnuni, og hann verður lagdur fyri tingið í næstu viku. Vinnuhúsið sigur í tíðindaskrivi, at tað merkist, at mong hava avlýst uttanlandsferðina, og heldur brúka pengarnar til møblar, máling, mótaklæði og mat. Kundarnir siga ofta, at teir fara ikki at ferðast í ár, so nú skal frítíðarlønin brúkast til hetta, sigur Peter Mouritsen, stjóri í Vøruhúsinum. Men føroyingar gera annað enn at umvæla húsini. Í mótahandlinum, Hvíthús, í Klaksvík sigur Mona Rasmussen, eigari, at fyrsta tíðin eftir koronu var tung, men at tey seinastu vikurnar hava merkt stóra framgongd í søluni. Bassi Haraldsen eigur saman við øðrum Á handlarnar í Fuglafirði, Glyvrum, Vestmanna, við Sundsvegin og Landavegin í Havn, umframt ein Samkeyp handil á Toftum. Hann er stjóri í øllum seks handlunum. Politiskur viðmerkjari fer at greina støðuna, nú løgmaður hevur boðið til tíðindafund í morgin klokkan 11 um hjálparpakka 3, og hvussu Føroyar lata enn meira upp. Verður hetta seinasti tíðindafundurin av hesum slagnum, og sleppa ferðafólk nú til Føroya, eru nakrir av spurningunum, ið vit fara at umrøða í Breddanum. Ófriður er kyknaður aftur í Hongkong, eftir at Kina hevur samtykt eina trygdarlóg, sum eitt nú loyvir kinesisku fregnartænastuni at handhevja lógina í Hongkong Koronakreppan hevur við sær, at Vága floghavn hevur sagt 20 starvsfólkum úr starvi. Tillagingin rakar bæði umsitingarlig og operationel starvsfólk, upplýsir Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága floghavn, í tíðindaskrivi. Leiðslan fyri Vága floghavn hevur raðfest at varðveita tey starvsfólk, sum eru neyðug fyri at lúka myndugleikakrøv, og at reka fyritøkuna forsvarliga, til gongd kemur aftur á flogvinnuna, sigur Regin I. Jakobsen. Koronakreppan hevur við sær, at virksemið hjá floghavnini er minkað niður í nærum einki, og felagið sær ongan annan møguleika enn at laga starvsfólkahópin til nýggja veruleikan. Farsóttin hevur fullkomiliga tikið grundarlagið undan inntøkuni hjá felagnum, og tí er einki arbeiði til lutfalsliga stóran part av starvsfólkahópinum, sigur stjórin í Vága floghavn. Hetta eru ógvuliga tung stig at taka, men vit vóna at kunna bjóða starvsfólkunum arbeiði aftur sum skjótast, um umstøðurnar verða øðrvísi, sigur Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága floghavn, í tíðindaskrivinum. Arkitekturur ella mangul uppá sama, finnur tú í øllum sløgum av bygningum. Og hvussu er so vorið við føroysku brennistøðunum Saman við Alberti Isfeld, arkitekti, ummæla vit Brennistøðirnar inni á Sandvíkarhjalla og úti á Hagaleiti í Leirvík. Hvat er professionel dagstovna námsfrøði í Føroyum, og er hon øðrvísi enn í okkara grannalondum Hesar og aðrar spurningar viðgera vit saman við Elini Tausen og Eddu Hjartsvarsdóttir, sum eru farnar at kanna føroyska dagstovnaøkið. Hoyrið sendingina her Besta enska fótbóltsdeildin við monnum, Premier League, byrjar aftur 17. juni við dystum millum Manchester City og Arsenal og Aston Villa og Sheffield United. Tað eru tey 20 feløgini í ensku fótbóltsdeildini vorðin samd um eftir fund í dag. Tað skrivar The Independent og fleiri aðrir enskir miðlar. Seinastu dagarnar er ferð komin á ætlanirnar um at taka kappingarárið, sum varð steðgað í mars, upp aftur. Feløgini samdust í gjár um, at vanliga venjingin við kropssambandi kundi byrjað aftur. Ein stórur meiriluti av spælarum og venjarum eru fyri hesum, skrivar The Independent. Premier League hevur tikið koronaroyndir av spælarum og starvsfólkum í seinastuni, og seinastu úrslitini staðfestu fýra tilburðir av Covid 19 av 1008 royndum. Á Ep ini Modern Era eru fýra løg við enskum tekstum, sum Teitur og Hollenski framleiðarin Reyn í felag hava lagt til rættis, spælt inn, tikið upp, og framleitt. Upptøkurnar vórðu gjørdar í eini Hollenskari kirkju frá 16. øld, ið Reyn hevur umskapa til eitt rættiliga serstakt ljóðstudio og upptøkuhølið við alskyns akkustiskum og elektriskum ljóðførum. Modern Era er partur ev eini røð av útgávum, sum Teitur ætlar at geva út komandi tíðina, og sum allar byggja á samstørv við ymiskar tónleikavinir hjá Teiti, ið hann vitjar og framleiðir tónleik saman við. 20 fólk eru søgd upp á flogvøllinum. Koronakreppan ger, at virksemið hjá Vága floghavn er minkað niður í nærum einki, sigur Regin I. Jakobsen, stjóri, og tí eru 20 størv niðurløgd. Nógv vantaðu, at tað fór at vera í dag, men seinnapartin kom teldupostur frá løgmanni, har hann boðar til tíðindafundar í morgin. Løgmaður fer at kunna um høvuðstættirnar í hjálparpakkar 3 og um hvussu tað verður latið meira upp í føroyska samfelagnum. Verður hetta seinasti tíðindafundurin og hvat fer løgmaður at siga Verða talufrælsið og onnur frælsisrættindi nú avmarkað í Hongkong Ófriður er kyknaður aftur í Hongkong eftir at Kina hevur samtykt eina trygdarlóg, sum eitt nú loyvir kinesisku fregnartænastuni at handhevja lógina í Hongkong. Í gjár bórust boðini um, at Barbara í Gongini hevur fingið gávufæ frá Statens Kunstfond í Danmark. Vit tosa við sniðgevan um kynspolitikk, burðardygd og hvat gávufæið skal brúkast til. Havnar Jazzfelag var eitt virki felag, og tá felagið helt sín fimm ára stovningadag, varð skipað fyri konsert í Læraraskúlahøllini. Í sendingini verður farið í 40 ára føðingardag hjá Havnar Jazzfelag. Í 2015 vóru Fagrir Fuglar, saman við øðrum tónleikabólkum, ramman um 40 ára hald í Reinsarínum. 18. august 1941 rendi eitt týskt Junkers 88 bumbuflogfar á Lokkan omanfyri Norðdepil. Manningin, 4 ungir týskarar, lótu lív og sjálvt flogfarið fór í sor. Øll hesi mongu árini fram til 8. mai 1996, hevur ein hálvt tons bumba ligið ósprongd í ovasta dalinum undir Lokkanum. Serfrøðingar frá donsku verjuni staðfestu, at bumban var frá týska flogfarinum og sera vandamikil har hon lá. Avgjørt var at fáa bumbuna burtur og spreingja hana í sjónum í Viðvík á Viðoynni. Alt gekk ikki sum ætlað, men bumban var tó eftir tógvi stríð fyribeind. Í tveimum sunnukvøldssendingum fer SvF at greiða frá hesi hending. Í fyrru sendingini hyggja bumbuserfrøðingar eftir bumbuni og staðfesta, at hon er sera vandamikil. Fólk í Norðdepli og Hvannasundi, ið minnast hendingina, greiða frá degnum 18. august 1941. Sjónvarpið hevur fingið gamlar filmsupptøkur frá krígnum av Junkers 88 bumbuflogfarinum, ið fer úr Norra til Føroyar at bumba. Saman við hesum myndum og upptøkum við donsku sjóverjutyrluni, er ein eftirgjørdur filmur gjørdur av hesum tilburði. Frásøgufólk siga frá lutum, ið funnir vóru, og hvussu bygdafólkið fekk nyttu av hesum. Vit hoyrdu tey millum annað siga frá teimum mongu klaksvíkingum, ið komu norður at búgva krígsárini. Upptøkur Zacharias hammer Ragnar A. Jacobsen Klipt Bjarnheðin í Hoyvík Lagt til rættis Zacharias Hammer Samrøða við Lenu Højgaard, fyrrverandi ljósmóðir í Havn. Hon hevur verið ljósmóðir í 44 ár og tikið móti 4000 børnum. Lena var 92 ára gomul, tá sendingin varð gjørd og búði á Lágargarði í Havn. Í sendingini sigur hon frá arbeiði sínum, og hvussu umstøðurnar vóru hjá eini ljósmóðir í hennara tíð. Upptøka og sett saman Eyðstein Jakobsen. Lagt til rættis Dagny Joensen. Faðirin at popptónleikinum í Føroyum. Tað fær illa verið nakar annar enn Simme, munnu flestu okkara vera samd um. Sum orkesturleiðari, musikkundirvísari og ljóðførisseljari hevur hann sligið navn sítt rimmarfast sum ein av fremstu undangongumonnunum í tónleikarsøgu okkara. Sjálvt um hann nú gongur á 75. ári, hevur hann minni enn so sett guitaran frá sær enn ei heldur urguna ella klaverið. Nei, Simme er still going strong . Ikki bara sum tónleikari, men eisini sum yrkjari, málari, skjútti og mangt, mangt annað. Tað eru bara tvey ár síðani, at Glasir varð tikið í brúk, men nú er skúladepilin longu ov lítil. Pláss er ikki fyri øllum næmingunum á timburdeildini, og tí mugu tey vera kreativ. Tí húsast tey nú í einum tjaldi. Uppsagnirnar hjá Atlantsflog og Vága Floghavn raka kommunurnar í Vágum meint. Borgarstjórarnir spyrja, hvar landsmydugleikarnir eru í hesari kreppustøðu. Eingin smitta er staðfest síðan 22. apríl og eingin hevur verið innlagdur við korona síðan fyrst í apríl. Tí hevur leiðslan á Landssjúkrahúsinum valt at leggja koronadeildina niður. At koronadeildin verður løgd niður hevur eisini við sær, at øll deildin B7 verður tøk aftur til medisinskar sjúklingar, tí barnadeildin, sum fyribils helt til á B7, flytur aftur á vanligu barnadeildina á B5, har koronadeildin annars var skipað. TB B36, 1 3 0 1 Michal Przybylski, 7 minuttir. 1 1 Poul Ingason, 29 minuttir. 1 2 Sonni Ragnar Nattestad, 42 minuttir. 1 3 Meinhard Olsen, 49 minuttir. NSÍ ÍF, 5 0 1 0 Klæmint A. Olsen, 8 minuttir. 2 0 Klæmint A. Olsen, 50 minuttir. 3 0 Mórits Heini Mortense, 57 minuttir. 4 0 Klæmint A. Olsen, 59 minuttir. 5 0 Betuel Hansen, 76 minuttir. Við tveimum málum frá Mathiasi Nygaard og einum frá Ren Shaki Joensen vann HB sannførandi 3 0 sigur á Víkingi. Við teimum trimum stigunum legði reyðsvarta havnaliðið seg undir liðina á grannanum og argasta kappingarneytanum, B36, í toppinum í landskappingini. Nú er lagt upp til eitt satt brak, tá tey bæði liðini bæði við fullum stigatali eftir fýra dystir bresta saman í Gundadali 2. hvítusunnudag. Adrian skaddur, men HB kundi kortini HB legði seg framum longu í 5. minutti við máli frá landsliðsmiðvallaranum, Ren Shaki Joensen. Løtu seinni fór glóðheiti Adrian Justinussen út við skaða í fótinum. Óvist er, hvussu langur steðgurin verður og sostatt er eisini ivasamt, um frísparksserfrøðingurin verður við móti B36. Víkingur royndi at javna, men tá tað ikki eydnaðist, revsaði HB. Mathias Nygaard skoraði eitt mál seint í fyrra hálvleiki, og í seinna hálvleiki økti danin til endaliga úrslitið, 3 0. KÍ fylgir við javnleikur í botninum Føroyameistararnir í Klaksvík vunnu ein tryggan sigur á heimavølli móti EB Streymi. Ole Erik Midtskogen skeyt sítt fyrsta mál í føroyskum fótbólti, tá eitt gott korter var farið, og í 33. minutti økti Jóannes Bjartalíð um leiðsluna við sínum triðja brotssparki í ár. KÍ hevði tamarhald á tað, ið eftir var av dystinum, og móti endanum økti innskifti Jonn Johannesen. Á Skála endaði botndysturin millum Skála og AB við 1 1 javnleiki. Gestirnir vóru omaná í fyrra hálvleiki, og tað gav úrslit, tá Bjarki Nielsen skeyt teir á odda við beinleiðis frísparki. Í seinna hálvleiki var Skála betur við, og tá AB ikki økti við tveimum risakjansum miðskeiðis í hálvleikinum, javnaði Skála við sjálvmáli. 4. umfar Úrslit Hósdagin HB Víkingur 3 0 1 0 Ren Shaki Joensen, 5 minuttir. 2 0 Mathias Nygaard, 37 minuttir. 3 0 Mathias Nygaard, 61 minuttir. KÍ EB Streymur, 3 0 1 0 Ole Erik Midtskogen, 17 minuttir. 2 0 Jóannes Bjartalíð, 33 minuttir. br. 3 0 Jonn Johannensen, 84 minuttir. AB Skála, 1 1 1 0 Bjarki Nielsen, 33 minuttir. 1 1 Sjálvmál, 80 minuttir. Mikudagin TB B36, 1 3 0 1 Michal Przybylski, 7 minuttir. 1 1 Poul Ingason, 29 minuttir. 1 2 Sonni Ragnar Nattestad, 42 minuttir. 1 3 Meinhard Olsen, 49 minuttir. NSÍ ÍF, 5 0 1 0 Klæmint A. Olsen, 8 minuttir. 2 0 Klæmint A. Olsen, 50 minuttir. 3 0 Mórits Heini Mortense, 57 minuttir. 4 0 Klæmint A. Olsen, 59 minuttir. 5 0 Betuel Hansen, 76 minuttir. Stór ósemja er um rokningar fyri arbeiði í Glasi fyri slaka hálva sættu millíón krónur. Landsverk hevur 90 rokningar, tilsamans góðar níggju milliónir krónur, eftir at avgreiða fyri arbeiði, sum eru gjørd í Glasi. Tær eru ikki avgreiddar, tí ósemja er um upphæddina, ella arbeiðið er ófullfíggjað. Í onkrum føri eru rokningar skeivar, men Landsverk hevur enn ikki fingið kredittnotur fyri tær. Landsverk hevur upplýst, at 20 prosent av teimum níggju milliónunum, sum ikki eru goldnar enn, eru frá rokningum, sum smærri ósemjur eru um. Tær verða goldnar so hvørt, semja er fingin um upphæddirnar. Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, sum hevur svarað Høgna Hoydal, tingmanni, sum spurdi, um allar rokningar fyri arbeiði í Glasi eru goldnar. Jørgen Niclasen sigur, at tá Glasir varð handaður í 2018, fekk Landsverk slakar 1.300 rokningar. Nú eru 90 rokningnar eftir. Um 20 prosent teirra eru lítlar ósemjur. 60 prosent eru rokningar, sum størri ósemjur eru um, 15 prosent eru rokningar fyri arbeiði, sum eru ófullfíggjað, og fimm prosent eru rokningar, sum ikki eru viðkomandi hjá Landsverki, og tí vanta kredittnotur fyri tær. Jørgen Niclasen sigur, at ætlanin er at fáa avgreitt tær flestu ósemjurnar um rokningarnar í summar. Í onkrum førum eru ósemjurnar tó so stórar, at tað helst fer at taka longri tíð at avgreiða tær. Tað sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, sum hevur svarað Hervør Pálsdóttur, løgtingskvinnu, sum spurdi um ungdómsarbeiðsloysi, nú korona hevur lagt serliga tænastuvinnuna lamna. Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, hevur biðið Als um at viðgera av nýggjum avgerðina um ikki at geva innlit í, hvørjar fyritøkur brúka lønarískoytisskipanina. Helgi Abrahamsen hevur svarað Beintu Løwe, løgtingskvinnu, sum spurdi, um almenningurin og fjølmiðlar fáa at vita, hvørjar fyritøkur brúka hjálparpakkarnar hjá landinum. Grundgevingin hjá Als fyri ikki at geva innlit er tann, at verður navnið hjá fyritøkuni nevnt, ber eisini til at eyðmerkja fólkini, sum fáa lønarískoyti. Men møguliga gera somu atlit seg ikki galdandi fyri fyritøkur, sum hava fleiri enn til dømis fimm ella 10 starvsfólk, sigur Helgi Abrahamsen í svarinum. Fyrrapartin mikudagin í næstu viku verða Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, boðsendir at koma í samráð í Uttanlandsnevndini. Uttanlandsnevndin viðgjørdi í gjár eina áheitan frá andstøðumonnunum í nevndini, Høgna Hoydal og Heðini Mortensen, um samráð um fjarskiftisnet, 5G tøkni, trygdar og verjupolitikk og samráðingar við donsku stjórnina. Spurt verður um samskifti, samráðingar og avgerðir landsstýrisins í málinum um fjarskiftisnet, 5G tøkni og trygdar og verjupolitikk, og um samskifti og samráðingar við donsku stjórnina og aðrar útlendskar stjórnir og myndugleikar um hesi mál. Ætlanin er eisini at spyrja, hví og við hvørjari heimild, løgmaður sendir tíðindaskriv 13.mai um, at fjarskiftismál og avgerðir um hetta, sum er føroyskt málsøki, skal gerast partur av trygdar og verjupolitikki og koma undir danska lóggávu. Grein 54 sigur, at landsstýrið skal ráðføra seg við Uttanlandsnevndina í sambandi við samráðingar við ríkismyndugleikarnar av stórum týdningi fyri viðurskiftini Føroya og Danmarkar millum. 14.300 fólk hava tikið lut í kanningini frá 45 ymsum londum. Úrslitini vísa, at bæði kynini leggja í størri mun dent á, at hin persónurin er fittur, gløggur og hevur góða heilsu. Men tað eru tvey øki, ið skilja menn og kvinnur. Fyri kvinnur er tað, at maðurin hevur fíggjarliga góð útlit, ímeðan tað fyri menn er, at kvinnan er vøkur á at líta. Tað undrunarverda er, at líknandi kanning varð gjørd fyri 30 árum síðan við 10.000 luttakandi frá 37 londum, og úrslitið var tað sama. Hoyr Bjørk Lind, sálarfrøðing greiða frá, hví so er. Norska reiðaríið, Simon Møkster Shipping, flaggar øll skipini úr føroysku FAS skipanini. Tað merkir, at skipini, Stril Merkur og Stril Mariner, fara aftur undir norskt flagg. Vit hava verið sera væl nøgdir við samstarvið við føroyingar, men støðan við norsku krónuni ger, at vit hava onki annað val enn at repa seglini nú. Tað sigur Alf Møkster, fíggjarstjóri hjá norksa frálanda reiðarínum Simon Møkster Shipping. Inntøkurnar hjá skipunum verða avroknaðar í norskum krónum. Men føroysku manningarnar verða løntar í føroyskum krónum. Og tá kursurin á norsku krónuni er lækkaður so nógv samanborið við føroysku krónuna, er støðan blivin sera trupul hjá reiðarínum. Joan Torleivsdóttir frá Tor Shipping sigur, at hetta eisini er ein smeitur fyri Tor Shipping, tí talan er um ein av bestu kundunum, sum nú stingur í sekkin, skrivar vp.fo. Hvørja ávirkan hava vit á livandi verur, djór, landsløg og náttúruna sum heild Hevur alt livandi eitt egið virði Virðismeta vit altíð frá einum antroposentriskum sjónarmiði Og er tað ikki órørda náttúran vit leita eftir Henrik Weihe Joensen er 51 ára gamal, útbúgvin politistur og løgfrøðingur. Hann hevur eisini tikið masterútbúgving í almennari leiðslu. Henrik Weihe Joensen hevur leiðsluroyndir sum stjóri á Tilbúgvingarstovninum, virkandi stjóri í MRCC Tórshavnradio og sum kommunustjóri á Tvøroyri. Hann hevur eisini verið fulltrúi hjá Løgtingsins umboðsmanni og ráðgevi í Fiskimálaráðnum. Arbeiðsloysið veksur spakuliga. Tað var 1,4 prosent í mars, upplýsir Hagstovan. Í februar var arbeiðsloysið 1,2 prosent, og tað var 1,1 prosent í januar. Minsta arbeiðsloysið var í fjør heyst, tá tað var 0,9 prosent. Til samanberingar kann nevnast, at í mars í fjør var arbeiðsloysið 1,3 prosent. Korona hevur gjørt, at bæði í apríl og mai er arbeiðsloysið vaksið. Í mars vóru 415 fólk fulltíðararbeiðsleys, sambært Hagstovuni. Hjálpin úr landskassanum er 10 mílliónir til hvørt samtak, men ferðavinnan hevur tørv á ið hvussu er 35 milliónum, sigur Henny á Líknagøtu. Hóast Framtak eisini kann veita váðafúsan kapital, so betri møguleikar verða hjá ferðavinnuni at læna pening í peningastovnunum, ivast forkvinnan í Ferðavinnufelagnum í, hvussu nógv fara at brúka henda møguleikan. Og løgmaður væntar, at møguleikarnir í hjálparpakkanum, millum annað við ábyrgdarpeningi í Framtaki, fara at gera so stóran mun, at ferðavinnan fótar sær aftur. Nú hava 52 fyritøkur fingið COVID 19 stuðul úr landskassanum sambært hjálparpakka tvey. 44 teirra siga seg hava millum 60 og 100 prosent í tapi. Seinasta mánaðin er ferðslan spakuliga vaksin aftur kring landið, og nú er hon á leið tann sama, sum hon var, áðrenn løgmaður gjørdi av at seta ferðina í samfelagnum niður, av koronakreppuni. Ferðsluteljingarnar fyri Leitisrætt í Vágum, sum er ferðslan til og av flogvøllinum, vísa hinvegin, at ferðslan har ikki er komin up aftur á sama stig enn. Flogferðslan til og úr Føroyum er framvegis avmarkað, og hetta sæst týðiliga aftur í ferðsluni til og av fløgvøllinum. Talið av lastbilum fram við Sundi var nærum óbroytt alt tíðarskeiðið, og tað má sigast at vera eitt gott tekin um, at hóast nógv fólk vóru heima, hevur kortini verið gongd í nógvum virksemi hesa tíðina, skrivar Landsverk. Løgtingið er samt um at biðja um eina frágreiðing um royndirnar eftir reyðæti við Føroyar og, hvussu útlitini eru fyri varandi vinnuligum fiskiskapi eftir reyðæti í føroyskum sjógvi. Henrik Old eigur uppskotið til samtyktar, og øll Vinnunevndin tekur undir við honum. Fiskimálaráðið hevur givið tilsøgn um fimm royndarloyvi at fiska reyðæti við Føroyar. Henrik Old heldur tað vera løgið, at slík loyvi verða latin, uttan at løgtingið hevur viðgjørt, um reyðæti skal fiskast yvirhøvur, tí fiskur livir av reyðæti. Vinnunevndin mælir til, at frágreiðingin um ætlaðu royndirnar at fiska reyðæti verður løgd fram saman við frágreiðingini um fiskivinnuna, sum landsstýrismaðurin sambært lógini um sjófeingi í september á hvørjum ári skal leggja fyri tingið. Demokratarnir í Grønlandi eru nú farnir upp í landsstýrissamstarvið, saman við Siumut og Nunatta Qitornai. Frammanundan vóru Demokratarnir stuðulsflokkurhjá landsstýrinum. Hetta er ein stórur dagur fyri Demokratarnar. Vit kundu valt at verið uttanfyri, men tað hevði ikki verið rætt. Vit vilja gera okkara til, at samfelagið kemur ígjøgnum koronakreppuna, sigur virkandi forkvinnan hjá Demokratunum, Nivi Olsen. Formaðurin í Nunatta Qitornaii, Vittus Kujakitsoq, fegnast eisini um, at Demokratarnir eru komnir upp í landsstýrissamgonguna, tí tað fer at gera arbeiðið lættari, og at verulig gongd fer at koma á mál, sum Demokratarnir hava tikið undir við, millum annað flogvallarmálið. Demokratarnir fáa trý landsstýrisfólk. Steen Lynge fær ábyrgd av uttanríkisviðurskiftum og orku, Anna Wangenheim verður landsstýriskvinna í heilsumálum, og floksskrivarin, Jens Frederik Nielsen, fær ábyrgd av vinnu og ráevnum. Løgreglan og arbeiðseftirlitið eru ikki liðug við kanningarnar enn, og tí eru ikki fleiri viðmerkingar til hendingina enn, sigur løgreglan í fráboðan. Tað verður eingin G festivalur í ár. Møguleiki er ikki at flyta festivalin til seinni í ár, siga fyriskiparnir. Vónandi ber til at fáa hjálp úr hjálparpakkanum fyri at festivalurin skal verða aftur næsta ár. Jóannes Jakobsen hevur tey seinastu átta árini verið hjálparvenjari hjá føroyska landsliðnum. Nú, sáttmálin er gingin út, hevur hann góða tíð til at gera ymiskt annað, honum liggur á hjarta. Umframt at spæla tónleik málar Jóannes málningar, og tað kann hann fáa rúma tíð at ganga við. Uppi undir vaðingini heima hjá honum í Hoyvík hevur hann hópin av myndum standandi. At mála hevur ikki verið við sølu fyri eygað, sigur Jóannes, tað hevur heldur verið eitt slag av sjálvterapi. Men nú, málingarnir eru farnir at hópa seg upp, sigur Jóannes seg, við einum skálkabrosi, vera noyddan til at selja burturav. Hvat hann skal taka fyri, veit hann ikki. Vikuskiftissendingin var á gátt hjá Jóannes Jakobsen. Niðanfyri síggjast nakrir av málningunum Rói Eliassen og Búi Tyril hava latið úr hondum nýtt lag, sum kallast Bird Fjord . Sum navnið sigur, snýr lagið seg um Fugjafjørð. Teir báði vitjaðu vikuskiftissendinga í beinleiðis sending. Hoyr innslagið her, umframt nýggja lagið hjá teimum báðum. Næmingarnir á Glasi, sum ikki sluppu á námsferð í mars mánaði orsaka av korona, fáa pengarnar aftur, sigur Landsstýrismaðurin, Jenis á Rana, við In.fo. Tað var tann 6 mars, at 246 næmingar á Glasi skuldu á námsferð til parís. Kvøldið fyri ferðina varð ferðin avlýst orsaka av, at ferðamálini vóru frámæld Korona øki. Landsstýrismaðurin, Jenis av Rana sigur við in.fo, at talan eftir øllum at døma verður partvíst endurgjald frá tryggingum og øðrum skipanum. Um neyðugt fer hann í Løgtingið at biðja um eina eykajáttan. Klaksvíkar Róðrarfelag sigur á facebook síðu sínari, at tey mæla fólki til at brúka ymisk pláss kring vágna sum áskoðarapláss. Fyri at ikki savna fleiri fólk í einum stað, fara tey fara ikki at taka áskoðaragjald fyri at síggja kappróðurin. Klaksvíkar róðarfelag mælir áskoðarunum til at spjaða seg í kappróðarøkinum, og heitir á fólk um at stuðla felagnum við einari peningaflyting í staðin. Atlantsflog fer undir meira regluliga flúgving til Danmarkar og Ísland, sum vit kenna flogrutuna áðrenn koronafarsóttin fór at herja. Tilmælini frá landsstýrinum eru komin enn, um hvussu Atlantsflog fyrihalda seg í samband við at flogferðslan fer upp í ferð. Jóhanna á Bergi ánnar bert, at tey fara at tillaga seg til tilmælini sum koma frá landsstýrinum. Semingsstovnurin fór á fund við Reiðarafelagið, Fiskimannafelagið, Maskinmeistarafelagið og Skipara og Navigatørfelagið klokkan 12. Reiðarafelagið og tey trý manningarfeløgini hava havt samráðingar, og seminsstovnurin legði eitt semingsuppskot fyri partarnar í gjárskvøldið. Semingsstovnurin skuldi hava svar seinast á middegi í dag frá pørtunum. Stutt eftir klokkan 12.00 varð ein nýggj tvey ára avtala undirskrivað. Í sendingini í dag hoyra vit mest nýggjan tónleik. Millum annað eina nýggja útgávu við Steve Earle um eina ógvusliga námsvanlukku fyri 10 árum síðani. Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, er ikki serliga sinnaður at fara at útbyggja Glasir, so pláss fæst fyri timburdeildini. Danska fakfelagið HK sigur, at tað skulu heilt serligar orsøkir til, um ein arbeiðsgevari ætlar at siga eitt álitisfólk úr starvi. Arbeiðsgevarin skal eisini biðja fakfelagið um samráðing, um talan er um uppsøgn av álitisfólki, sigur Dennis Axel Jørgensen, formaður fyri HK Trafik og Jernbane. HK hevur biðið Vága floghavn um at ógilda uppsøgnina. Verður hetta ikki gjørt, so leggja vit sak móti Vága floghavn um ólógliga og ósakliga uppsøgn av álitisfólki. Hann sigur, at tey ikki hava havt stundir at viðgera málið. Hetta verður gjørt í næstum, og kæran er send til okkara sakførara og onnur sum vara av málinum, sigur Regin I. Jacobsen. Orsøkin til at USA fer úr WHO er, at USA heldur Heimsheilsustovnurin hevur virkað til fyrimuns fyri Kina, tá Koronavirussið tók seg upp í Wuhan um ársskiftið. Donald Trump. skuldsetur eisini stovnin fyri at hava givið skeivar upplýsingar um støðuna í Kina, tá koronavirusið tók seg upp, og hann skuldsetur WHO fyri ikki at vera nóg atfinningarsamt ímóti Kina. Umstøðurnar hava verið serligar undir korona. Goymslurnar eru fullar, skip hava ligið leingi til umvælingar og inntøkurnar hava verið har eftir. Vit mettu ikki at tað var ráðiligt at fara út í eitt verkfall aftaná hetta. Hóast vit ikki eru heilt nøgd, so var sáttmálin frægari enn eitt møguligt verkfall, segði Annfinnur Garðalíð, formaður í Skipara og Navigatørfelagið Nær var tað er spurnarkapping, har luttakararnir eru búsitandi á útoyggj og í útjaðaranum, og har spurt verður um mangt og hvat við árstølum sum felagsnevnara. Og hesuferð verður tað Niclas Hentze frá Sumba, ið fer at kappast móti Hans Jákupi Niclasen úr Hesti. Tú kanst hoyra sendingina her Talan er um elektroniskan dansi popp við latínamerikanskum og sponskum íblástri. Í spanskttalandi heiminum vóru stakløgini Loco og El Perdedor eisini vælumtókt. Í Plátubarrini var henda Temaplátan eitt slag av enda og partytátti áðrenn summarstøðgin. Plátubarrin 30.5.20. Býráðsmeirilutin í Havn syndraðist hóskvøldið, tá býráðið skuldi viðgera umsóknina hjá Gist og Vist um at sleppa at byggja vælveruhús frammanfyri Hotell Føroyum. Marin Katrina Frýdal, forkvinnan í byggi og býarskipanarnevndini, vil ikki hoyra talan um, at 220 fermetrar av friðaða økinum skuluvíkja fyri vælveruhúsinum. Bogi Andreasen heldur ikki, at vælveruhúsið oyðileggur nakað. Tvørtur ímóti kunnu vælveruhúsið og viðarlundin komplimentera hvørt annað, heldur hann. Okkurt bendir á, at myndugleikarnir geva grønt ljós. Tí tað gjørdu teir í 2017, tá sama Gist og Vist bað um sama stykki. Einasti munurin var virksemið inni í húsinum, sum tá skuldi vera matstova hjá Koks. Hendan ætlanin varð seinni slept, tí Koks flutti til Leynar. Gist og Vist hevur latið gjørt eitt skitsuuppskot, sum lýsir, hvussu vælveruhúsið kann síggja út um býráðið og friðingarmyndugleikarnir geva grønt ljós. Her sæst, hvussu tætt vælveruhúsið kemur at viðarlundini við Kerjum. Í umsóknini verður biðið um at ummatrikulera 220 fermetrar av skógarfriðaða økinum. Vælveruhúsið skal ætlandi húsa bæði sauna, massasju fossum, eldstaði, hvíldarrúmi, dampbaði, juice barr, hitapottum á tekjuni og einum innandura og uttandura hyli. Men skal vælveruhúsið byggjast, so er neyðugt at broyta byggisamtyktina, so at 220 fermetrar av skógarfriðaða D1 økinum, verður til C2 øki. Norska TV2 tryggjaði sær 1. mars rættindi til at senda 12 umfør av føroyskum fótbólti. Men nú eru fleiri aðrar kappingar byrjaðar, og í juni kunnu áskoðarar gleða seg til at síggja Premier League dystir aftur í sjónvarpinum, og tí má føroyski fótbólturin víkja. TV2 sigur, at tey ætla at halda avtaluna og vísa tey 12 umførini, men fara so líðandi at gevast við at vísa føroyskan fótbólt eftir tað. Vit mugu ikki lata okkum blendast av bjørtu ljósunum á Anfield og Old Trafford. Vit mugu eisini minnast til føroyskan fótbólt. Føroyskur fótbóltur kom sum eitt ljós í myrkri, og tað hevur verið sjarmerandi, sigur Vegard Jansen Hagen, ítróttarredaktørur hjá TV2 í Norra. Norska TV2 tryggjaði sær 1. mars rættindi til at senda 12 umfør av føroyskum fótbólti. Men nú eru fleiri aðrar kappingar byrjaðar, og í juni kunnu áskoðarar gleða seg til at síggja Premier League dystir aftur í sjónvarpinum, og tí má føroyski fótbólturin víkja. TV2 sigur, at tey ætla at halda avtaluna og vísa 12 umførini, men fara so líðandi at gevast við at vísa føroyskan fótbólt eftir tað. Vit mugu ikki lata okkum blindast av bjørtu ljósunum á Anfield og Old Trafford. Vit mugu eisini minnast til føroyskan fótbólt. Føroyskur fótbóltur kom sum eitt ljós í myrkri, og tað hevur verið sjarmerandi, sigur Vegard Jansen Hagen, ítróttarredaktørur hjá TV2 í Norra. Heri Nolsøe spældi fótbólt í HB og á landsliðnum. Í góð 10 ár var hann fastur maður á 1. liði og var toppskorari har í fimm ár. Heri var við til at vinna fimm føroyameistaraheiti og upp aftur fleiri steypakappingar. Hann heldur, at graslíkisvøllirnir og altjóða luttøkan hava havt avgerandi týdning fyri framgongdina í føroyskum fótbólti seinastu mongu árini. Í landsliðnum spældi Heri Nolsøe fleiri dystir móti Hetlandi, Orknoyggjum og Íslandi, men størsta upplivingin var kanska, tá spælt varð ímóti Premier League felagnum Coventry, sum HB hevði á vitjan. Tað er bara í einari kommunu, at nettoskuldin er omanfyri eina álíkning og tað er í Vágs kommunu. Er nettoskuldin omanfyri eina álíkning, krevst millum annað loyvið frá landsstýrismannium til lántøku og til broytingar í lántreytunum. Og so eru 330 arbeiðsgevarar, sum ikki hava eina vinnugrein í vinnuskánni. Hesir arbeiðsgevarar hava sent 793 fólk í lønarískoytisskipanina. Tann einstaka vinnugreinin, sum hevur sent flest fólk í lønarískoytisskipanina, eitur smásøla, undantikið bilar og umvælingarverkstaðir. Her eru 512 løntakarar. Tølini eru í einum svari, sum Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, hevur givð Hervør Pálsdóttur, løgtingskvinnu, sum spurdi um ungdómsarbeiðsloysi, nú korona hevur lagt serliga tænastuvinnuna lamna. Tey í 5.flokki í Kollafirði hava granskað trøllaeiturkoppin. Tey vunnu kappingina hjá Granskingarráðnum og eru Ársins Vitanarfróðu 2020. Heilsufrøðiliga starvsstovan kannaði sjey av teimum 13 flakavirkjunum í Føroyum, øll fýra uppsjóvarvirkini, bæði laksakryvjivirkini, seks av sjey frostgoymslum og fimm av seks verksmiðjuskipum. Heilsufrøðiliga starvsstova hevur síðani eftirlitsátakið staðfest, at tey átta virkini, sum fingið boð um at rætta frávik, hava framt rættingarnar. Orðini í nýggja leigusáttmálanum, sum Articon ikki vil skriva undir, eru ein kunning um ein broyting, sum er á veg, og ikki ein broyting, sigur havnarmeistarin. Verða ongar broytingar gjørdar, fer fíggjarliga haldførið hjá kommununum at versna komandi 40 árini við einari upphædd, sum samsvarar við umleið 600 milliónum krónum. Tað var Heidi Sevdal, sum skoraði móti sínum gomlu liðfeløgum, og tryggjaði NSÍ annað stigið í dystinum móti HB í Gundadali. Sara Lamhauge legði heimaliðið framum longu í 6. minutti, og tað var eisini hálvleiksstøðan. Tað sá leingi út til, at HB fór at vinna, men tá eini 10 minuttir vóru eftir at spæla, javnaði Heidi Sevdal. Føroyameistarin upp á seks stig KÍ var á vitjan í Fuglafirði, har ÍF Víkingur B68 tók ímóti. Talan var um ein javnan dyst, og fyrsta og einasta málið kom ikki fyrrenn í seinna hálvleiki. 56 minuttir vóru spældir, tá Victoria á Lakjuni skoraði eftir innlegg frá Evy á Lakjuni. HB NSÍ, 1 1 1 0 Sara Lamhauge 1 1 Heidi Sevdal ÍVB KÍ, 0 1 0 1 Victoria á Lakjuni Í sambandi við kanningarnar hevur Skrásetingin skrásett trý ólóglig partaeigaralán, tvey mál um grannskoðarviðurskifti og níggju roknskapir vóru skeivt uppsettir. Umframt stakroyndirnar hevur Skrásetingin í sambandi við móttøkueftirlitið við ársfrásagnum, sum eru móttiknar í 2019, stovnað 12 mál. Hjálparpakki 3 verður borin tingið í morgin ella mikudagin, og ætlanin er at fáa tingið at avgreiða hann í hesari vikuni, sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum. Sambært reglunum skal løgtingsumsitingin hava trý samdøgur at eftirkanna mál, sum verða borin í tingið, áðrenn tey verða løgd fram, men tíðin kann verða styttri, um málini eru liðugt kannað, áðrenn freistin er úti. Skal hjálparpakki 3 avgreiðast í hesi vikuni, verður helst neyðugt at gera frávik frá tíðarfreistunum í tinginum, tí fríggjdagin er grundlógardagur, og tá verður eingin tingfundur. Sambært hjálparpakkanum, sum Vinnumálaráðið fer at leggja fram, kunnu ferðavinnufyritøkur fáa endurgjald fyri ein part av føstum útreiðslum, til dømis húsaleigu, el, hita, fjarskifti, rentur, avskrivingar og trygging. Skipanin verður mett at kosta millum 30 og 40 milliónir krónur. Treytirnar fyri at fáa stuðul eru nøkulunda tær somu sum í hjálparpakka 2. Harumframt bindur Framtaksgrunnurin seg til at brúka 30 milliónir krónur í ár og næsta ár sum váðafúsan kapital til ferðavinnufyritøkur. Letur Framtak til dømis ábyrgdar og ella eginpening sambandi við lánsfígging til ferðavinnufyritøkur, kann peningastovnur til dømis veita 75 prosent, eigarin 12,5 prosent og Framtak 12,5 prosent. Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, sigur, at nú líður tingarbeiðnum so mikið væl, at bara eini 2 3 álit eru eftir at koma úr nevnd. Hann sigur, at møguleiki er fyri, at tingið fer til hús hósdagin, ella kanska fyrst í næstu viku. Fríggjadagin er grundlógardagur, og tá verður eingin tingfundur. Seinastu 10 árini, frá 2010 til 2019, hevur umsetningurin hjá Runavíkar havn verið góðar 141 milliónir krónur, og útreiðslurnar hava verið 84 milliónir. Kommunan og Samskip gjørdu fyrr í ár sáttmála, sum ber í sær, at Samskip flytur alt virksemið til Runavíkar í august, gongst sum ætlað. Ravmagn til køli og frystibingur verður langt inn á økið, og gjørt verður eisini klárt at veita skipa landstreym, sigur Runavíkar kommuna. Pætur Petersen og Ren Shaki Joensen skutu tvey mál í part í 4 2 sigri hjá HB í oddabrakinum móti B36 í dag. HB, sum ikki tóktiskt stórvegis darvað av, at Adrian Justinussen ikki var á vøllinum, legði seg sostatt einsamalt á fyrsta pláss í Betrideildini við 15 stigum. Teir reyðsvørtu fingu eina dreymabyrjan í grannauppgerðini. Bert 10 minuttir vóru spældir, tá Pætur Petersen kundi skjóta bóltin í opið mál. Lítla løtu seinni var nær við, at HB økti um leiðsluna, men í staðin javnaði B36, tá Alex Mellemgaard umsetti brotsspark til mál. Málveitsla í seinna hálvleiki Í seinna hálvleiki byrjaði HB sum eitt óløgi, men tað var B36, sum legði seg framum, tá 56 minuttir vóru spældir. Michal Przybylski varð málskjúttin, tá hann brádliga gjørdist leysur. Fýra minuttir seinni javnaði HB, tá Heðin Hansen skallaði bóltin innfyri, og Pætur Petersen var fyrstur á. B36 var als ikki við í dystinum hesa løtuna, og tað kostaði aftur lítla løtu seinni, tá Ren Shaki Joensen skeyt HB framum. Reytt kort til Alex Mellemgaard Var uppgávan hjá B36 torfør frammanundan, gjørdist hon verri, tá Alex Mellemgaard varð vístur av vølli. Árstalsfelagið royndi við 10 monnum, og tað var nær við, tá sjey minuttir vóru eftir at spæla. Bólturin fór í málið eftir deyðbólt, men dómarin dømdi fríspark til Teit Matras Gestsson í HB málinum. Í staðin økti Ren Shaki Joensen til 4 2 í evstu løtu og avgjørdi dystin endaliga fyri HB. Víkingur dragnar og TB fekk síni fyrstu stig Víkingur hevði stórar trupulleikar av TB í Sarpugerði. Útiliðið hevði bestu møguleikararnar í fyrra hálvleiki, og steðginum var málleyst. Í seinni hálvleiki batnaði støðan hjá heimaliðnum lítið. Tað var langt millum góðu møguleikarnar, og tá ein kom seint í dystinum, eydnaðist ikki at umseta til mál. Tríggir dystir eftir Tríggir dystir eru eftir at spæla í 5. umfari. Klokkan 17.00 er grannauppgerð á Skála, har NSÍ er á vitjan. Klokkan 19.00 tekur AB ímóti KÍ, og í morgin er dystur í Fuglafirði millum ÍF og EB Streym. B36 HB, 2 3 0 1 Pætur Petersen, 10 minuttir. 1 1 Alex Mellemgaard, 18 minuttir. br. 2 1 Michal Przybylski, 56 minuttir. 2 2 Pætur Petersen, 61 minuttir. 2 3 Rená Shaki Joensen, 65 minuttir. 2 4 Ren Shaki Joensen, 90 3 minuttir. Víkingur TB, 0 0 Hóast andstøðuflokkarnir í fólkatinginum finnast hvassliga at Mette Frederiksen, forsætisráðharra, og sosialdemokratisku stjórn hennara fyri handfaringina av koronakreppuni, tekur veljarin dyggiliga undir við henni. Ein kanning, sum Ritzau tíðindastovan hevur latið gera, vísir, at var val nú, hevði stjórnarflokkurin fingið 34,7 prosent av atkvøðunum. Ein kanning fyri trimum mánaðum síðani vísti, at danski javnaðarflokkurin hevði fingið 26 prosent. Tað var beint undan fyrstu tiltøkunum, sum stjórnin setti í verk í sambandi við koronavirusið. Í kanningini, sum Voxmeter hevur gjørt fyri Ritzau, og sum verður kunngjørd í dag, fær sosialdemokratiski stjórnarflokkurin 34,7 prosent av atkvøðunum, og tað hevði givið 62 sessir í fólkatinginum. Fólkaatkvøða verður í Russlandi um ein mánað, 1. juli, um broytingar í grundlógini, sum kunnu hava við sær, at Vladimir Putin verður sitandi sum forseti í tvey valskeið aftrat. Putin gjørdist fyrstu ferð forseti í árinum 2000, tá hann tók við eftir Boris Jeltsin. Í fýra ár var Putin forsætisráðharri, men eftir tað kundi hann stilla uppaftur til forsetavalið. Árliga yvirlitið mátar, hvussu rættindi hjá børnum verða vird kring allan heim, og í hvønn mun lond halda sína skyldu at bøta um rættindini hjá børnum. Yvirlitið fevnir um øll ST lond, har ST samtyktin um barnarættindi er galdandi, og har nóg mikið av upplýsingum um hetta eru tøkar. Sambært Marc Dullaert, sum hevur stovnað KidsRights, verða rættindini hjá børnum skerd av álvara kring allan heim orsakað av Covid 19 farsóttini. Millum annað ger stongsilin í samfelagnum, at meiri harðskapur verður framdur heima við hús, og hetta hevur serliga havt ávirkan á gentur, stendur í frágreiðingini frá KidsRights. Sirið Stenberg og Hervør Pálsdóttir siga í álitinum hjá Rættarnevndini, at Løgtingið eigur ikki at samtykkja lógir, sum geva útlendskum valdi heimildir at brúka móti fólkinum í Føroyum. Yvirskipað vil Tjóðveldi hava løgregluna undir føroyskt málsræði sum skjótast. Og tað eigur løgtingið at virka fyri heldur enn at samtykkja politilógina og lógina um PET. Meirilutin í Rættarnevndini, samgongan og Javnaðarflokkurin, tekur undir við lógaruppskotunum.Hann sigur, at nýggja politilógin fer at styrkja rættartrygdina í Føroyum. Í lógini eru ítøkiligar reglur um dagliga arbeiðið hjá politinum, millum annað, hvussu tað kann brúka vald og vápn. Landsstýrið hevur biðið Løgmálaráðið um at fáa politilógina, sum kom í Danmark í 2004, setta í gildi í Føroyum. Um PET sigur meirilutin, at lógin ásetur nágreiniligar reglur fyri virksemið hjá PET í Føroyum. Í dag eru ongar nágreiniligar reglur um hetta. Hósmorgunin hevur Uttanlandsnevndin biðið Jenis av Rana og Bárð á Steig Nielsen um at koma í samráð um fjarskiftisnet, 5G tøkni, trygdar og verjupolitikk og samráðingar við donsku stjórnina. Ráðið mælir til at byggja á nøkur fá krøv, millum annað boðskapin um Andreu Árting, sum eru kvinnujavnrættindi, sosialt rættvísi, áræði, áhaldni og sterk kvinnufyrimynd. Verkið skal kennast fólksligt, ikki elitert, forvitnisligt og sjónligt í býarmyndini. Í síðstu viku var Martin Drangberg í morgunsendingini og greiddi frá sínum sjónarmiðum í sambandi við foreldramyndugleika. Hann hevur í fleiri ár arbeitt fram ímóti at broyta hesi viðurskifti. Har var víst á, at felagið er av tí fatan, at faktuellir skeivleikar og nakrar heldur óhepnar orðingar, sum ikki eru til barnsins besta, vórðu bornar fram í samrøðuni. Tí setti morgunsendingin Martini Dragberg og Róhild Winther, umboðandi Landsfelagið børn og samvera, stevnu at skifta orð um evnið. Flatnahagi er í løtuni ikki við í býarvøkstrinum fyri 2030. Men tað kann hugsast, at eftir 2030 verður økið við í býarvøkstrinum, sigur umsitingin hjá Tórshavnar býráði. Sostatt verður tilmælið galdandi, at bara helvtin prosent av gestum, sum til dømis skeinkistøð eru brunagóðkend til, kunnu verða í hølunum í senn. Gestirnir skulu framvegis halda frástøðu, hava gott hondreinføri og vísa góðan atburð í almenna rúminum, stendur á heimasíðuni hjá grønlendska landsstýrinum. Sunnudagin 7. juni skipar dómprósturin Anne Mette G. Klemensen, sóknarprest, í embætið í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi, skrivar heimasíðan hjá fóllkakirkjuni. Kirkjuráðini i prestagjaldinum Havnar kirkja og Nólsoyar kirkja innstillaðu Anne Mette G. Klemensen til embætið. Hon tók við embætinum 1. apríl. Ætlanin var, at Anne Mette G. Klemensen skuldi skipast í embætið 19. apríl, men ymsar broytingar at savnast í kirkjunum, í sambandi við koronu sóttina høvdu við sær, at innsetingin varð útsett. Gerhard Jónsson Mikkelsen er settur í starvið sum prestur í Fuglafjarðar prestagjaldi. Hann hevur verið sóknarprestur í Karlslunde Strandkirke í Danmark síðani á vári 2014. Í Fuglafjarðar prestagjaldi eru tríggjar kirkjusóknir, Elduvík, Leirvík og Fuglafjørður. Tvey bønhús eru eisini í prestagjaldinum, á Hellunum og í Funningsfirði. Summi halda, at ov nógv hevur verið gjørt burtur úr hesi hendingini í miðlunum, men tí er Johan Mortensen, íverkseti, ikki samdur í. Lógaruppskotið kemur ikki aftur úr fíggjarnevndini, og fellur tí burtur, tá tingsetan endar og tingið fer í summarfrí, sigur hann Í bókini setur Lennox koronavirusið í fleiri høpi søguligt, har hann vísir at áðrar farsóttir gjøgnum tíðina vísindaligt, har hann greiðir frá, hvat virus veruliga er fyri nakað gudfrøðiligt, har hann tosar um, hvussu tað ber til at sameina alla hesa líðingina. Lennox vísir á, at tá kreppur av ymiskum slagi raka, so eru vit menniskju soleiðis innrætað, at vit leita eftir vón. Tá alt gongur sína vanligu og góðu gongd, leita vit ikki eftir vón. Men nú hevur koronavirusið skapt bæði eina heilsukreppu og eina búskaparkreppu spurningurin er bara, hvussu hart hon fer at raka. Hetta kann fáa okkum at steðga á og hugsa um teir stóru spurningarnar í lívinum. Í øðrum londum, sum eru harðari rakt enn Føroyar, er tað heilt týðiligt, at fólk eru farin at hugsa meira um Gud, og hvar hann er í øllum rokanum. Eg fekk undirtøku í landsstýrinum fyri at leggja uppskotið fram. Høvdu tinglimir spurningar, so hevði borið til at fingið svarað teimum í nevndarviðgerðini. Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sum ætlar at bera lógaruppskotið aftur í løgtingið, tá næsta tingseta byrjar á ólavsøku. Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, boðaði fríggjadagin frá, at landsstýrið fer at útvega løgregluni heimild til at steingja dansi og skeinkistøð, sum ikki halda tilmælini um at lata aftur klokkan 22. Tað verður gjørt, tí fleiri dansi og skeinkistøð hava longur opið, enn mælt verður til. Sostatt víkir landsstýrið frá leistinum, um at hava álit á føroyingum, til at brúka tvingsil. Vit viðgera málið við løgmann, politistafelagið og ein eigara av einum dansistaði í høvuðsstaðnum. Ófriður í USA 25. mai doyði afro amerikanski George Floyd, eftir at Derek Chauvin, ein hvítur løgreglumaður, í 8 minuttir og 42 sekund helt honum niðri á vegnum við at seta knæið í nakkan. Tá ein upptøka av handtøkuni endaði á netinum, elvdi tað til stórar mótmælisgongur og ófrið um alt USA. Men hvat er orsøkin til, at rasuófriður ferð eftir ferð kyknar í amerikanska samfelagnum Vit tosa millum annað við Jørn Brøndal, professara í amerikanskum viðurskiftum og leiðara fyri amerikanske studier á Syddansk Universitet. Hjálparpakkin Hjálparpakki 3 varð kunngjørdur í síðstu viku, men røkkur hann til at lofta einari vinnu í kreppu Vit viðgera spurningin saman við politikarum, sum koma í útvarpsstovuna at kjakast um málið. Breddin í útvarpinum klokkan 17.05 . Fríggjadagin spurdu tey 500 fólk, hvønn tey høvdu valt, um løgtingsval var í dag. Úrslitið av kanningini er, at andstøðan fær meira 53 prosent av atkvøðunum, sum svara til 17 tingsessir. 27,1 prosent siga seg velja Javnaðarflokkin, framgongdin er 4,9 prosentstig. Tað gevur níggju tingsessir, sum eru tveir fleiri enn í dag. Miðflokkurin og Sjálvstýri missa eisini, Miðflokkurin 1,1 prosentstig og Sjálvstýri 1,3 og hesir báðir flokkar høvdu mist hvør sítt umboð til Javnaðarflokkin, skrivar Portal.fo. Portalurin skrivar eisini, at hóast Sjálvstýri ofta missir sína umboðan á tingi í slíkum veljarakanningum, so hevur flokkurin ongantíð, síðan Spyr.fo byrjaði at gera regluligar veljarakanningar fyri Portalin á vetri 2018, havt so lítla undirtøku sum nú. Kærunevndin í almannamálum, familjumálum og heilsumálum kann ikki viðgera eina kæru um eina avgerð, sum er grundað á Covid 19 og smittuvanda. Tað mátti Frank Jacobsen, fólkaskúlalærari í Havn, ásanna fyri nøkrum árum síðani, tá ið serligar umstøður vóru orsøk til, at hann ongan bústað hevði longur. Hóast grunnurin nú er vorðin partur av hjálparpakka 3 hjá landsstýrinum, verða treytirnar tó tær somu, sum tá grunnurin setir pengar í aðrar fyritøkur. Hon hevur týtt fleiri bøkur eftir Halldór Laxness til føroyskt, og nú er enn ein bók á veg. óra óroddsdóttir vitjar. Og so frætta vit um eitt serligt tiltak við listaskeiðum fyri ung, sum Norðurlandahúsið skipar fyri, nú útlit eru fyri at flestu børn og ung verða í verandi í landinum í summar. Eg var fyri einum likamligum smeiti, so eg mátti leggja mítt yrki sum fysioterapeutur frá mær. So kann man velja at leggja seg í songina ella royna at gera okkurt, sum innast inni gevur meining. Í fjør komu tær fýra bøkurnar Heimsljós út á Sprotanum, og í næstum kemur á Brekkubø . Um hesa síðstu sigur óra, at hon er so vøkur, at hon grætur hvørja ferð, hon lesur hana. Myndugleikarnir vilja áleggja nær dansi og skeinkistøð skulu steingja. Hetta fyri at tryggja, at Koronasmittan ikki fer at gera um seg aftur í føroyska samfelagnum. Avgerðin at útvega hesa heimild kemur aftaná, at fleiri dansi og skeinkistøð hava havt longri opið enn landsstýrið hevur mælt til. Harvið fer landsstýrið frá leistinum við at hava álit á føroyingar til at brúka tvang. Black lives matter Rasuófriður herjar enn einaferð í USA, aftaná at ein hvítur løgreglumaður í farnu viku drap afro amerikanska George Floyd.Tá eitt sjónband av handtøkuni endaði úti á netinum elvdi tað til stórar mótmælisgongur og ófrið yvir alt USA. Men hvat er orsøkin til, at rasuófriður ferð eftir ferð kyknar í amerikanska samfelagnum. Vit tosa millum annað við Jørn Brøndal, professara í amerikanskum viðurskiftum og leiðari fyri Amerikanske studier í Syddansk Universitet. Hjálparpakki III Endiliga fekk ferðavinnan kunning um tann triðja hjálparpakkan, ið skal hjálpa hart raktu vinnuni burtur úr Korona kreppuni. Í útvarpsstovuni at kjakast um málið vóru Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, Ruth Vang, forkvinna í Framsókn, og Christian Andreasen, tingmaður fyri Fólkaflokkin. Luttakarar Bárður á Steig Nielsen, Absalon Áargarð, Sigfríður á Plógv, Jørn Brøndal, Regin Winther Poulsen, Høgni Hoydal, Ruth Vang, Christian Andreasen og Birita Biskopstø. Nógv av tí besta tónleiki, ið er útgivin, er gospel tónleikur. Og í sendingini verða sangir við Bob Dylan, U2, Sufjan Stevens, Tom Waits og øðrum spældir. Serligar umstøður vóru orsøk til, at Frank Jacobsen í Havn mátti inn í ein vaskiskjallara at búgva í eina tíð. Hann kom væl burturúr støðuni samanborið við onnur í líknandi støðu, men tað var púra tilvildarlit, at so spældi av. Tá ið allar íbúðirnar hjá Bústøðum, sum eru í gerð í dag, eru lidnar, eru í alt 500 bústaðir hjá Bústøðum til fólk at leiga. Men eftirspurningurin er fleiri ferðir tað. Vit høvdu ætlað okkum at spurt Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir, landsstyriskvinnu, hvat hon ætlar at gera fyri at basa bústaðarneyðini. Eitt mál, sum hon segði beint eftir valið, at hon fór at loysa beinan vegin. Men tað lá ikki fyri hjá landsstýriskvinnuni at gera samrøðu við Kringvarpið í dag. Atlantsflog hevur fingð nógvar bíleggingar og fyrispurningar, síðan løgmaður fyri fýra døgum síðan bjóðaði ferðafólkum úr ávísum londum vælkomin til Føroya eftir 15. juni. Eisini hjá SAS siga tey seg hava fingið enn fleiri fyrispurningar um flúgvingina til Føroya seinastu dagarnar, men enn er ógreitt, nær SAS tekur flúgvingina til Føroya uppaftur. Tað verður vónandi skjótast tilber, skrivar virkandi kunningarleiðarin hjá SAS í skrivligum boðum. B36 HB, 2 4 0 1 Pætur Petersen, 10 minuttir. 1 1 Alex Mellemgaard, 18 minuttir. br. 2 1 Michal Przybylski, 56 minuttir. 2 2 Pætur Petersen, 61 minuttir. 2 3 Rená Shaki Joensen, 65 minuttir. 2 4 Ren Shaki Joensen, 90 3 minuttir. AB KÍ, 0 6 0 1 Ole Erik Midtskogen, 10 minuttir. 0 2 Ísak Simonsen, 27 minuttir. 0 3 Ole Erik Midtskogen, 31 minuttir. 0 4 Sjálvmál, 49 minuttir. 0 5 Boris Dosljak, 59 minuttir. 0 6 Jóannes Bjartalíð, 67 minuttir. br. Skála NSÍ, 0 4 0 1 Petur Knudsen, 7 minuttir. 0 2 Petur Knudsen, 17 minuttir. 0 3 Klæmint A. Olsen, 28 minuttir. 0 4 Mórits Heini Mortensen, 34 minuttir. Víkingur TB, 0 0 ÍF EB Streymur, 2 1 ikki við í innslagnum 1 0 Filip Djordjevic, 21 minuttir. 1 1 Niklas Kruse, 66 minuttir. 2 1 Uros Stojanov, 87 minuttir. Meirilutin í grein 25 nevndini, sum hevur viðgjørt uppskotið hjá Ingilín Didriksen Strøm í Javnaðarflokkinum og Hervør Pálsdóttur í Tjóðveldi, mælir frá at samtykkja uppskotið. Umframt samgonguna er Sjálvstýri í meirilutanum. Yvirskipað heldur meirilutin, at áðrenn komið verður í løgtingið við broytingum í einari so týdningarmiklari og prinsipiellari lóg, eigur veruligt fyrireikingararbeiði at verða gjørt, har øll politiska skipanin saman við serfrøði á økinum er umboðað. Alt eigur at verða gjørt fyri at hava so breitt grundarlag og at finna so víðfevnda semju sum gjørligt. Uppskotið er at broyta orðið maður í stýriskipanarlógini til fólk. Saman við Ingilín Didriksen Strøm og Hervør Pálsdóttur, sum eiga uppskotið, mælir Bjarni Kárason Petersen í Framsókn til at samtykkja tað. Tey halda ikki, at tað er ein grundgeving fyri at fella uppskotið, at aðrar broytingar eisini skulu eisini gerast í stýriskipanarlógini. Nógv tey flestu, 46, sum søkja, siga, at tapið hjá teimum er millum 60 og 100 prosent. Hjá hinum níggju er tapið millum 40 og 60 prosent. Høgni Hoydal og Bjørt Samuelsen í Tjóðveldi høvdu uppskot til samtyktar um at seta greið mál fyri landbúnaðin í Føroyum. Vinnunevndin gjørdi broytingaruppskot, sum øll í nevndini eru samd um. Annað er uppskot til samtyktar, um at føroyska málið skal vera rættarmál burturav, og hitt er uppskot til samtyktar um at styrkja støðuna hjá føroyskum í Føroyum. Men løgtingið er samt um at biðja um frágreiðing um royndirnar eftir reyðæti við Føroyar og, hvussu útlitini eru fyri varandi vinnuligum fiskiskapi eftir reyðæti í føroyskum sjógvi. Nú er bólturin farin á rull, sigur Lív Lindenskov, sum vónar, at hon onkuntíð fær møguleikan at kappast móti einum av hennara egna kyni. Fútin hevur slept málinum um møguliga skattafrádráttin, tí so nógv ivamál í málinum. Ein grundgeving er, at tað kann hava verið torført hjá Eik at vita, hvussu bankin skal fyrihalda seg við sjálvuppgávuni, tá sjálvt grannskoðarar eru á ymiskum máli. Men spyrst tú Jan Lamhauge, journalist, sum hevur arbeitt nógv við málinum bæði í Degi og Viku og tveimum sjónvarpssendingum og síðani í bók so er avgerðin hjá fútanum undarlig. Eg undrist yvir, at fútin er so vísur í, at tað ikki er revsivert at lata so nógvar skeivar sjálvuppgávur inn, sigur Jan Lamhauge, sum heldur, at fútin í minsta lagi átti at latið eitt so prinsipielt mál viðari til rættarskipanina at taka støðu til. Eg gangi út frá, at nú hava øll í Føroyum trý skot í byrsuni, tá tú gert sjálvuppgávur, sigur Jan Lamhauge og sipar til, at bankin heilar tríggjar ferðir rættaði uppgávuna. Joe Biden, sum helst verður valevni hjá demokratunum til amerikanska forsetavalið í heyst, vann í øllum sjey statunum, har uppstillingarval vóru í gjár. Biden vann fyrst í Indiana, áðrenn hann tryggjaði sær sigurin í Pennsylvania, Maryland, Rhode Island, South Dakota, New Mexico og Montana. Biden hevur nú 1885 valfólk, vísir uppteljing, sum NBC News hevur gjørt. Fyri at tryggja sær tilnevningina hjá demokratunum skal hann hava 1991 valfólk. Amerikanski forsetin, Donald Trump, tryggjaði sær sigurin í undanvalinum hjá republikanarunum í Indiana, Rhode Island, Maryland, New Mexico, Montana og Pennsylvania. Vit eru fegin um avgerðina hjá fútanum. Hon staðfestir, at Betri Banki hevur ikki gjørt nakað revsivert í sambandi við skattamálið. Tað er gott at leggja hetta málið aftur um okkum, tí hetta hevur verið ein drúgv tilgongd. Nú kunnu okkara starvsfólk fáa arbeiðsfrið og hyggja frameftir, sigur Flemming Nielsen, nevndarformaður í Betri Banka. Hin stóri føroyski bankin, BankNordik, hækkaði 1. mars í ár síni ómaksgjøld fyri at taka pening út upp í ávikavist tvær krónur fyri sjálvtøkur hjá BankNordik og fimm krónur fyri sjálvtøkur hjá øðrum peningastovnum. Tað sigur meirilutin í Vinnunevndini, samgongumenninir Johan Dahl, Beinir Johannesen, Jákup Mikkelsen og Henrik Old í Javnaðarflokkinum. Minnilutin, Bjørt Samuelsen í Tjóðveldi og Bjarni Hammer í Javnaðarflokkinum, mælir eisini frá at samtykkja uppskotið hjá Framsókn. Tey siga tó eisini, at tíðin er komin at eftirmeta og dagføra rúsdrekkalógina. Síðani skulu lógaruppskotini endaliga góðkennast á landsstýrisfundi, áðrenn tey verða latin løgtingsskrivsstovuni til eftirkanning. Bæði í Vinnumálaráðnum og Mentamálaráðnum verður tí mett, at lógaruppskotini, sum eru grundarlag undir hjálparpakka 3, í fyrsta lagi verða løgd fram í løgtinginum tíðliga í næstu viku. Hjálparpakki 3 er fyrst og fremst ætlaður ferðavinnufyritøkum, men fevnir eisini um mentan og list, har tað skal bera til at søkja um endurgjald fyri staðfestar, mistar útreiðslur. Hann boðar nú frá, at Týskland strikar ferðabannið til ES lond, Bretlands, Íslands, Noregs, Liktinstein og Sveis frá 15. juni, og nú verða tilmæli í staðin gjørd fyri londini hvørt sær. Hann sigur millum annað, at vegleiðingarnar siga greitt, at týsku myndugleikarnir ikki mæla fólki til at fara til Bretlands, so leingi kravið um 14 dagar í sóttarhaldi er galdandi. Ákæruvaldið fer ikki víðari við Eik málinum. Tað boðaði Linda Margrethe Hesselberg, varafúti, frá í gjár. Men merkir tað, at málið nú fær ein enda, ella eru fleiri kapitlar eftir í hesi søguni Í Breddanum hyggja vit at, hvar málið nú liggur. Maður ella fólk Tað verður neyvan í bræði, at løgtingsmaður verður til løgtingsfólk. Tað tykist greitt, nú 25 nevndin, ið hevur viðgjørt uppskotið hjá løgtingsmonnunum, Hervør Pálsdóttir og Ingilín D. Strøm, um at broyta starvsheitini fyri løgtingmenn og landsstýrismenn. Vit viðgera málið saman við umboðum frá meirilutan og minnilutan í 25 nevndini. Breddin í útvarpinum klokkan 17.05. Hesa ferð fara Jónatan, Ragnhild J, Silja og Ragnhild L fara at greiða frá. Tey ganga í 1.flokki og tey hava gjørt Grækaris Grashøvd. Tey ganga í 1.flokki. Nú samlaði kostnaðurin fyri skipið er gjørdur upp, kostar tað landskassanum 8,5 milliónir krónur. Sjálvur keypsprísurin var 4,5 milliónir krónur. Tí er samlaði, beinleiðis kostnaðurin fyri Hasfjord umleið 8,5 milliónir krónur, upplýsir Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni. Hasfjord fór í sigling um Skopunarfjørð 12. mai, og skipið skal ætlandi vera í sigling, til Sandoyartunnilin verður tikin í nýtslu við ársenda í 2023. Viðgerðarheimið Heilbrigdið á Velbastað noyðist at hava opið í summar, tí tørvurin á viðgerð fyri rúsdrekka og rúsevni er so stórur. Tað sigur Sjúrður Knudsen, leiðari, sum hevur biðið um 400 túsund krónur í eykajáttan, so tað slepst undan at steingja viðgerðarheimið í summar. Tær átta sjálvtøkurnar, sum Betri banki nú hevur eftir, eru í Vestmanna, Miðvági, Saltangará, við Norðskála, í Havn, í Klaksvík, á Sandi og á Tvøroyri. Fiskimálaráðið fær okkara uppgerð fyrsta dagin, og vónandi finna vit eina semju, soleiðis at vit sleppa undan einum rættarmáli afturat, sigur Jógvan Martin Ferjá Joensen, reiðari Fyrra árið fáa starvsfólk í lønarflokki 1 21 795 krónur oman á mánaðarlønina, og starvsfólk í flokki 22 50 fáa 595 krónur aftrat um mánaðin. Í skrivi, sum sent miðlunum, ásannar Kommunala arbeiðsgevarafelagið, at búskaparligu útlitini eru óviss í kjalarvørrinum av covid 19, men felagið leggur stóran dent á týdningin av, at lønarlagið hjá limum í Starvsmannafelagnum er eins hjá landi og kommunum. Fyri at tryggja eins lønarlag fyri limir í Starvsmannafelagnum í kommunalum og almennum størvum, tók Kommunala Arbeiðsgevarafelagið fyrrapartin avgerð um at lata somu lønarhækking, sum Fíggjarmálaráðið læt hesum starvsbólki við semjuni í januar 2020. Eftir fýra ár við ongum vinnuligum virksemi í Føroyum, er reiðaríið North West Pelagic aftur eitt virki reiðarí í føroysku fiskivinnuni. Fiskimálaráðið hevur fyribils givið reiðarínum tilsøgn um kvotur fyri í ár, sum reiðaríið upprunaliga hevði rætt til, og harumframt fekk Jupiter burtur av felagskvotuni eftir svartkjafti, sum varð útskrivað herfyri. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur ongar viðmerkingar til uppgerðina og eitt møguligt endurgjaldskrav frá reiðarínum móti Fiskimálaráðnum. Barbara í Gongdini, sum í farnu viku fekk stóra listarliga viðurkenning, fer at brúka hendan møguleikan til at finna aftur til sniðgevandi røtur sínar. Norðoyastevnan verður um vikuskiftið í broytti hami. Vit fregnast hjá Dáva Winther, mentanarleiðara, hvussu stevnan er skipað, og hvat er á skránni. SALT bjóðar nú listafólki í Suðuroynni at koma við verkum til stóra summarframsýning. Vit tosa við Ólav Rasmussen, stjóra. Og so ummælir Jógvan Isaksen, bókmentafrøðingur, Ævisøguna um monologin eftir Olaf S. Thomsen ein løgin bók, har eingin kennir rithøvundin. Eitt mál sum hevur verið framm í almenninginum í fleiri ár tykist nú at fáa ein enda. Talan er um skattamálið millum Eik Banka, í dag Betri Banka, og Taks. Ákærumyndileikin hjá løgregluni hevur kannað málið í trý ár, um tað grundarlag at reisa ákæru móti Betri Banka, tí eingi prógv eru fyri, at bankin hevur framt skattasvik. Eyðun Mørkøre, stjóri í Taks, og Bjørn á Heygum, advokatur, viðgera hvar málið liggur nú. Bústaðarmarknaðurin Tað gongur strilti at útvega fleiri leigubústaðir í Føroyum. Hetta merkja tey hjá Bústøðum, har 2665 fólk eru á bíðilista til ein bústað. Samstundis er tað eisini vorði truplari hjá einstaklingum og familjum at keypa sær eini hús. Tí er tað alneyðugt við alternativum bústaðarmøguleikum, sigur áhugafelagið Búgva. Og í Vági royna tey nú eisini ein nýggjan leist, har kommunan er við í einari verkætlan at byggja lutaíbúðir. Vit tosa við Dennis Holm, borgarstjóra í Vágs kommunu, Elin Hentze, forkvinnu í Búgva, og Fíu Selmu Nielsen, rakstrarleiðara í Betri banka. Kvinna ella maður 25 nevndin vil ikki broyta heitini fyri tingmenn og landsstýrismenn. Í útvarpsstovuni at kjakast um tilmælið eru Jógvan á Lakjuni, tingformaður og formaður í 25 nevndini, Ingilín Strøm, næstforkvinna í nevndini, og Hervør Pálsdóttir og Frimodt Rasmussen, ið bæði eru limir í nevndini. Luttakarar Bjørn á Heygum, Eyðun Mørkøre, Dennis Holm, Elin Hentze, Fía Selma Nielsen, Jógvan á Lakjuni, Hervør Pálsdóttir, Frimodt Rasmussen og Ingilín Strøm. Í fíggjarlógini eru fimm milliardir og 663.800 milliónir krónur í inntøkum. Roknskapurin sigur fimm milliardir og 862.308 milliónir. Raksturin var fýra milliardir og 973.694 milliónir í fíggjarlógini. Men tá avtornaði gjørdist úrslitið 24 milliónir minni, fýra milliardir og 949.522 krónur. Íløgur vórðu gjørdar fyri góðar 454 milliónir krónur. Millum annað sigur lógin, at løgtingslógir ella partur av løgtingslógum hava ikki gildi, um tey ganga ímóti millumtjóðasáttmálum, sum Føroyar hava gjørt, ella sum Danmark hevur gjørt, og hesin sáttmáli eisini fevnir um Føroyar. Neyðugt er helst eisini at endurskoða og dagføra tað, sum stýriskipanin sigur um fíggjarmál og kommunur, sigur meirilutin í grein 25 nevndini. Løgtingið fer í dag at biðja landsstýrið síggja til, at tey, sum verða dømd at vera í varðhaldi ella í fongsli, skulu hava tað betri, meðan tey sita, og aftaná. Men Rættarnevndin er komin við einum broytingaruppskoti, sum eisini umfatar eitt sokallað útslúsingartilboð í sambandi við leyslating og nýtt fongsul í Føroyum. Men tey, sum verða dømd at sita í meira enn eitt ár, verða send til Danmarkar. Hetta kann kennast sum ein eyka revsing, sigur Rættarnevndin. Nevndin hevur fingið at vita frá Amnesty International, at varðhaldsfangar í Føroyum verða oftari avbyrgdir enn fangar í øðrum londum, tí so trongligt er í Arrestini í Mjørkadali. Tí Nick Hækkerup, løgmálaráðharri, svarar Bárði á Steig Nielsen, løgmanni, at hann fer at venda sær til Kriminalforsorgina um Mjørkadal. Transparency International Greenland virkar fyri at fyribyrgja og upplýsa um skaðarnar, sum korrupsjón kann hava í einum samfelag sum tí grønlendska. Hon sigur í tíðindaskrivi, at í einum lítlum samfelagi sum tí grønlendska, har sum øll kenna øll, og tað almenna er stórt, og valdið er í fáum hondum, er øgiliga umráðandi at hava gjøgnumskygni og opinleika, og tí ætlar Transparency international Greenland at halda fram við at virka fyri. Seinasta árið hevur verið hendingaríkt fyri ADHD felagið. Millum annað hevur felagið fingið nýggja heimasíðu tey hava fingið samstarv við ADHD feløgini í norðanlondum nýggj ADHD klinikk verður sett á stovn í desember fingu tey stóra adventsgávu og fleiri ung fólk eru vald í nýggju nevndina. Eisini eru tey í holt við landsumfatandi átak, ið ber heitið viðurkenning . Endamálið er at gera ADHD ADD meira kent millum foreldur, fólk, politikarar og fakfólk, soleiðis at lættari er at tosa um tað, so tey við ADHD fáa ta neyðugu hjálpina. Í fólkaskúlanum rópa lærarar neyðarróp, tí teir hava ikki førleikar og umstøður at undirvísa børnum við ADHD. Felagið harmast um, at ein so stór fólkaskúlaverkætlan sum Skúlin á Fløtum ikki hevur serflokkar ella pláss til at fáa serflokkar. Eftir teirra tykki eiga allir skúlar yvir 200 børn at hava serflokkar. Eingin lóg er, sum tryggjar, at tað ikki verður gjørdur munur á kynunum. Tryggingarfelagið LÍV hevur tó av sínum eintingum valt at broyta skipanina. Hetta merkir, at nógv umrødda lívrentan, har kvinnur fáa minni útgoldið enn menn tey seinnu árini av lívinum, tí kvinnur í miðal liva longri enn menn, ikki verður galdandi meir. Nú skal lívrentan roknast eftir somu fortreytum fyri bæði kynini. Felagssangur Hvat var verðin uttan Jesus Vælkomin Mikkjal Sørensen Felagssangur Sum Jesus ei nakar á jørðini var Byrjan Lars Djurhuus Annonsering Mikkjal Sørensen Duettsangur Gunnleyg Norðberg og Sigrid Andreassen Ein sjálvilligur gekk Upplestur Jastrid Sørensen Esaias 53 Felagssangur Hitt fagrasta í heiminum Tala John í Skemmuni Felagssangur Á sæla sæla loyndarmál Endi Virgar Kjærbo Tøkk Mikkjal Sørensen Felagssangur Breið verndarveingir tínar Nú sjálvtøkurnar hjá føroysku peningastovnunum gerast færri, kann tað enda við, at fólk fara at brúka handlarnar til at taka reiðan pening út. TAKS ger ikki meira við málið um frádráttin hjá táverandi Eik Banka, eftir at fútin nú hevur valt at gevast við at kanna málið.Tað sigur Eyðun Mørkøre, stjóri. TAKS meldaði annars táverandi Eik Banka til løgregluna í 2017. Hetta hendi eftir, at løgfrøðingurin Bárður Larsen hevði kannað, hvat fór fram í sambandi við viðgerðina av sjálvuppgávuni hjá bankanum fyri árið 2011. Illgruni var um, at bankin møguliga hevði brotið grein 139 í skattalógini um undandrátt í sambandi við frádráttin upp á 477 milliónir krónur. Bárður Larsen, løgfrøðingur, mælti til at melda málið til fútan. Sambært Eyðuni Mørkøre, stjóra í TAKS, so er TAKS samt við fútan um, at tað verður trupult at prógva, at nakað revsivert er farið fram í Eik málinum. Allan juni mánað heitir MEGD á fólk um at vísa teimum á atkomuligar matstovur í Føroyum. Ein bólkur er settur, sum saman við starvsnevndini hjá MEGD, metir um innkomnu uppskotini. 1. juli verða atkomuligu matstovurnar kunngjørdar, og tá fáa tær eina viðurkenning fyri góða atkomu og eitt merki á høvðusdyrnar, sum vísir, at hjá teimum er atkomuligt, og at øll eru vælkomin. Allan juni mánað 2020 eru øll vælkomin at vísa MEGD á atkomuligar matstovur í Føroyum. Við hesum ynskir MEGD at vísa á týdningin í atkomu fyri øll. Fyri at fólk, ið bera brek, skulu kunna liva sjálvstøðugt og fullvegis vera við í øllum lívsins viðurskiftum, skulu hóskandi tiltøk setast í verk. M.a. so, at fólk, ið bera brek, sleppa inn í bygningar, fram at ymisligum umhvørvi og øðrum hentleikum og tænastum, sum tøkar eru og verða veittar almenningi. Privatar eindir, sum veita hentleikar og tænastur, sum eru almenningi tøkar, skulu tí eisini vera atkomuligar fyri øll. Tað er Loyvisnevndin, sum samskipar umsóknir um og útskrivar endaligt loyvi til matstovuvirksemi. Kommunurnar góðkenna, í tráð við Bygningskunngerð 2017, um bygningurin er egnaður til endamálið. Ein bólkur er settur, sum saman við starvsnevndini hjá MEGD, metir um innkomnu uppskotini. 1. juli verða atkomuligu matstovurnar kunngjørdar, og tá fáa tær eina viðurkenning fyri góða atkomu og eitt merki á høvðusdyrnar, sum vísir, at hjá teimum er atkomuligt, og at øll eru vælkomin. Vit hava altíð tikið nógv donsk orð ella fremmandaorð gjøgnum danskt inn í talumálið. Næstan øll hesi orð hava havt lætt við at laga seg til føroyska bending í kyni, tali og falli irriteraður irriterað, fortørnaður fortørnað, interessera interesserað, interesseraður interesserað, alvorligur alvorlig alvorligt, vanskuligur vanskulig vanskuligt Frammanundan er stigbendingin hjá okkum í ferð við at flyta seg frá ari ast til meira mest, og hetta skumpar eisini tann vegin. Ein vansi av hesum er, at fólk venja seg av við at benda lýsingarorð, ella benda tey skeivt. Hvørja ferð, vit brúka orð, sum ikki laga seg til okkara bendingarmynstur, er tað sum at taka eitt klípi úr grótlaðaða húsinum, sum føroyskt er. Tað kann henda, at vit taka so nógv klípi úr, at húsið dettur niður, sigur Elin Henriksen, málkøn. Tað er ikki vist, at Jørgen Niclasen, landsstýrsmaður í fíggjarmálum, fer at góðkenna nýggja lønarsáttmálan, sum Starvsmannafelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið skrivaðu undir í gjár. Bæði Starvsmannafelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið eru nøgd við sáttmálan, men Jørgen Niclasen heldur, at fer at kosta ov nógv. Spurningurin er vorðin aktuellur, eftir at Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og Mette Frederiksen, forsætisráðharri, hava samráðst um at gera tvørgangandi lóggávu, tí danir vilja leggja fjarskiftisnetið undir trygdarmál. Samgongan hevur higartil raðfest, at tunlarnir Norður um Fjall eru teir næstu í røðini eftir Hvalbiartunnilin. Men røddir, bæði í samgongu og andstøðu, eru javnan frammi, um heldur at framskunda tunnilin til Fámjins. Mangt bendir á, at tað ringasta av korona farsóttini er hæsað av í Evropa. Men fíggjarligu avleiðingarnar av at steingja landamørk, steðga flutningi og stórum hjálparpakkum til vinnulív og løntakarar, setir aðrar avbjóðingar til londini í evropeiska samstarvinum. Tey fimm arbeiðarafeløgini og Føroya Arbeiðsgevarafelag siga seg ikki kunna góðtaka semingsuppskotið til nýggjan sáttmála í verandi líki, og tí hava partarnir fingið longda freist at svara. Seminsmenninir løgdu semingsuppskot fyri partarnar í gjárkvøldið, og tá varð avtalað, at arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnir skuldu svara á middegi í dag. Tað verður semingsstovnurin sum ger av, nær semingin endar, og so leingi, sum gongd er í, er eingin broyting, sigur Terje Sigurðsson. Seinastu tíðina hevur verið bæði politiskt og alment kjak um at javnseta kynini, so bæði menn og kvinnur fáa sama pensjónsútgjald. Statsfongslið í Horsens gjørdist í 2006 søgusavn. Mangar søgur verða sagdar har um fangarnar, sum sótu í fongslinum heilt frá 1853. Ein er søgan um tann snilda pengaskápstjóvin, Carl August Lorentzen, sum í 1949 lumpaði alt og øll við at grava ein 18 metrar langan tunnil út úr fongslinum. So væl umtóktur gjørdist hann kring landið, at sjálvt skaldið Piet Hein alment mælti til at geva honum frælsi sum løn fyri avrikið. Stefan Arnar Gunnarson eitur nýggi venjarin hjá Neistanum. Íslendingurin, sum er 42 ára gamal, avloysir Trónd Kragesteen sum venjari hjá besta mansliðnum hjá Neistanum. Hann skal eisini taka sær av 1. deild, d.18 og venja børn og ung hjá bláa havnarfelagnum. Drúgvar venjararoyndir Arnar, sum hann verður nevndur, hevur verið venjari í yvir 20 ár, og hevur serliga vant ungar spælarar millum annað í Akureyri, Selfoss og HSG Krefeld í Týsklandi. Neistin hevur mist fleiri lyklaleiklarar undan komandi kappingarári. Landsliðsmálverjin, Nicholas Satchwell, er farin til KA úr Akureyri, toppskjúttin, Dánjal Ragnarsson, skiftir til Skanderborg og Tróndur Mikkelsen fer til SUS Nyborg. Stefan Arnar Gunnarsson hevur skrivað undir sáttmála við Neistan kappingarárið 2020 21. Virkið hevur nógvan fisk á goysmlu, og tí vóna tey, at fiskurin verður seldur, meðan virkið er stongt, sigur Martin Olsen, stjóri í Sandoy Seafood. Hann sigur at tað hevur gingið striltið at selja fisk, síðani korona fór at ganga, men nú eru tekin um, at gongd er um at koma á aftur. Hann heldur, at Sandoy Seafood hevur eini 400 tons av lidnari vøru á goymslu. Goymslan á virkinum í Skopun tekur ikki alt, og tí hava tey verið noydd at senda fisk á frystigoymslu í Kollafirði. At hava nógvan fisk á goymslu, bindur nógvan pening, og tívónar stjórin at gongd av álvara lemur á aftur søluna av fiskavørum. Á Sandoy Seafodd virka tey tosk, hýsu og upsa. Koronaráðgevingin er ikki nøgd við, hvussu fótbóltsdystir verða avgreiddir í Betrideildini hjá monnum, tí í fleiri førum verða tilmælini ikki fylgd. Tað kemur fram í skrivi, sum Fótbóltssamband Føroya sendi til feløgini sunnukvøldið undan fimta umfari. Næstformaðurin í B36, Jákup Mørk, finst eisini at, og óttast fyri avleiðingunum, um tilmælini frá koronaráðgevingini ikki verða tikin í størri álvara. Bert tvey tíggjumannafør eru mannaði í ár. Royndir rógvarar frá Knørri og øðrum feløgum manna Ormin Langa, meðan Havnarbáturin er mannaður við ungum, óroyndum rógvarum. Bátsformenninir báðir, Henningur Einar Juul og Hákun Poulsen, harmast um, at ikki fleiri feløg hava megnað at manna síni tíggjumannafør. Tað er sjálvandi ein keðilig støða at koma í, sigur Henningur Einar Juul, og Hákun Poulsen tekur undir við honum. Bert ein bátur at kappast ímóti, tað er nokkso óseriøst, haldi eg, sigur bátsformaðurin á Havnarbátinum. Noyddir at taka ábyrgd Hákun Poulsen heldur, at tað átti ikki at ligið á teimum at seta seg við árarnar á flaggskipinum hjá Havnar Róðrarfelag longu nú, og ætlanin var eisini at manna eitt seksmannafar. Eg hugsaði, at tað er ikki upp til okkum, at mann tíggjumannafar , men einki hendi, og vit tóku tað bara á okkum, sigur hann. Ormurin Langi hevur fingið skotið í skógvarnar, at báturin hevur tikið teir bestu rógvararnar úr øðrum feløgum, men tað er eingin umbering fyri hini, heldur Henningur Einar Juul. Eg vildi heldur sæð tað sum eina góða motivatión til at tikið dystin upp ímóti okkum og víst okkum, hvar skápið skal standa. Atlantic Airways hevði umleið 150 milliónir í tøkum peningi. Tí er felagið ikki illa fyri at standa ímóti eini kreppu, men kassin tømist skjótt, nú ferðin so at siga hevur verið sett niður í einki seinastu mánaðirnar. Tí er sannlíkt, at felagið fer at hava tørv á einum stórum hjálparpakka. Tað sigur John Rajani, sum saman við Klaus Ramussen hevur gjørt eina greining uppá avleiðingarnar, ið COVID 19 hevur á stóru ferðavinnufyritøkurnar. Merkisvert er, at Olaf Johannessen er í uppskoti saman við Jens Albinus fyri leiklutirnar sum tvíburar í eini skaldsøgu eftir Agota Kritof. Hesin leikur varð pallsettur í Husets Teater. Tað er í flokkinum Ársins mannligi høvuðsleikari , at Olaf Johannessen og Jens Albinus eru í uppskoti saman. Hinir báðir, sum eisini eru í uppskoti í sama flokki, tó hvør sær, eru Jacob Madsen Kvols og Ulver Skuli Abildg rd. Í 2015 og 2016 vann Olaf Johannesen somu virðisløn, hann nú er í uppskoti at vinna, og í 2018 vann hann Heiðursvirðislønina hjá Reumert. Hvussu verður Norðoyastevnan, nú umstøðurnar eru, sum tær eru Leygarkvøldið verður stroymt frá nýggja skúlanum. Fríða Næs, samkiftisfólk, greiðir frá sendingini, sum myndar ársins Norðoyastevnu. Hvussu riggar nýggi skúlin á Skúlatrøð, sum júst er handaður, og hvørji tankar liggja aftan fyri samansjóvandi byggingina Vit tosa við arkitektarnar frá FUGLARK, Svend Sivertsen og Høgna Kastalag. Biskupstorgið er spakuliga við at taka form sum miðdepil í Klaksvík. Vit hitta borgarstjóran Jógvan Skorheim, sum greiðir frá ætlanini við miðbýnum. Tíggju sangir á enskum máli, eru á útgávuni, ið varð givin út talgilt tann 28. februar í ár, og nakrar vikur seinni á LP plátu. Heiðrikur á Heygum hevur sjálvur skrivað allar sangirnar, tó tríggjar saman við danska vinmanni sínum Sebastian Lundbjerg. Upptøkurnar vórðu gjørdar í einum eftir one take hugsjónini í Hjlóðriti studio, ið er eitt hitt elsta og mest virda upptøkuhølið í Íslandi. Alsamt størri trýst er á heimsins lond at velja síðu í stríðnum millum Kina og USA. Tað er orsøkin til, at fleiri lond nú meta fjarskiftisnetið og onnur málsøkir sum trygdarmál. Og hetta leggur enn einaferð trýst á Ríkisfelagsskapin, aftaná at danir hava broytt hugsan og nú meta føroyska fjarskiftisnetið at vera eitt danskt trygdarmál. Samráð var um hesi viðurskiftini í Uttanlandsnevndini í morgun og Sjúrður Skaale hevur eisini kallað Mette Frederiksen, forsætisráðharra, til samráð um hesi viðurskifti. Men fíggjarligu avleiðingarnar av at steingja landamørk, steðga flutningi og stórum hjálparpakkum til vinnulív og løntakarar setir aðrar avbjóðingar til londini í Evropeiska samstarvinum. Vit tosa við Elin Mortensen, sendikvinna Føroyar til Evropa Samveldið, um tær avbjóðingarnar sum limalondini mugu finna eina loysn á. Tunlaraðfesting Nýggi hvalbiartunnilin verður liðugur at bora í næsta mánað. Og hóast tunlarnir norður um fjall hava staðið fremst í røðini, so eru fleiri røddir, ið vilja framskunda Famjinstunnilin. Í útvarpsstovuni at kjakast um hetta vóru Beinta Løwe, tingkvinna fyri Tjóðveldi, Jákup Mikkelsen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, og Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkin. Luttakarar eru Elin Mortensen, Høgni Hoydal, Jenis av Rana, Andr Ken Jacobsen, Sjúrður Skaale, Bill Justinussen, Beinta Løwe, Jóhannis Joensen, Jákup Mikkelsen og Johan Dahl. Enn ein kanning staðfestir, at fleiri viðurskifti á Barnaheiminum ikki hava verið í samsvari við lógina. Hesaferð er tað Arbeiðseftirlitið, sum finst at viðurskiftunum. Tað eydnaðist ikki hjá kvinnunum á tingi at gerast løgtingskvinnur. Tí 13 atkvøður vóru ímóti og 11 vóru fyri, tá ið løgtingið í dag feldi eitt uppskot til samtyktar um at broyta stýrisskipanarlógina so, at løgtingskvinnur kunnu eita tingkvinnur og ikki tingmenn. Ákæruvaldið sleppur málinum móti Eik banka fyri nógv umrødda skattamálið. Bárður Larsen, sum varð settur sum bráðfeingis stjóri á TAKS og valdið at melda málið, er ikki ovfarin av niðurstøðuni hjá fútanum, men heldur, at TAKS ikki handfór málið nóg væl. Fyritøkan hevur annars fyri ein stóran part liva av granskingarstuðli higartil, men málið er at fáa rakstur í virksemið og at skapa eina nýggja útflutningsvinnu. Í Evropa og USA veksur áhugin og eftirspurningurin eftir tara, tí tari kann brúkast til so nógv. Sum heilsugóður matur. Djórafóður. Og so ber til at framleiða umhvørvisvinaligar vørur burturúr tara tildømis súgvirør. Atlantic Airways hevur eina trupla tíð fyri framman. Tað er ein av niðurstøðuni í greining, sum fyritøkan Rajani og Rasmussen hevur gjørt fyri Kringvarpið. Hvussu trupul, tað fer tíðin at vísa. Síðani eru 20.000 fólk deyð í stórbýnum, og tað er umleið fimtaparturin av teimum deyðu í USA. 7. apríl doyðu 590 fólk í eitt samdøgur, og tað var tað mesta eftir so stuttari tíð. New York hevur verið stongur í meir enn tveir mánaðir av koronavirusinum. Á einum tíðindafundi segði borgarstjórin, Bill de Blasio, at nú er støðan í býnum á rættari leið, og umhugsað verður at lata býin upp aftur. Týsdagin var forboð sett fyri at fara út millum klokkan átta um kvøldið og fimm um morgunin, men tað hava mótmælisfólkini ikki virt, skriva amerikanskir miðlar sambært Ritzau. Tað vísir seinasta metingin hjá búskaparserfrøðingum hjá týsku stjórnini. Teir meta nú, at afturgongdin í búskapinum verður millum seks og sjey prosent í ár. Tað er munandi verri enn fyrr mett. Í mars kom ein meting, og hon segði, at búskapurin fór at hava eina afturgongd uppá 5,4 prosent í ár. Týskland var stongt longri enn vit roknaðu við, uttanríkishandilin hevur verið trekari enn roknað varð við, og viðurskiftini mótvegis USA hava gingið seinni enn vit væntaðu. Tað sigur formaðurin fyri búskaparserfrøðingarnar, Lars Feld. Týska stjórnin samtykti í fyrradagin ein hjálparpakka uppá 130 milliardir evrur, sum skulu nýtast til at fáa gongd á aftur týska vinnulívið, skrivar Ritzau. Ársroknskapurin vísir eitt rakstraravlop á 31,4 milliónir krónur. Tað er væl meir enn metta rakstraravlopið í fíggjarætlanini fyri 2019, sum var 14,4 milliónir krónur. Inntøkurnar í kommununi vuksu nógv í 2019. 97,4 milliónir krónur vóru í inntøkum, tað eru góðar 13 milliónir krónur meira enn mett var í fíggjarætlanini fyri 2019. Samanborið við undanfarna roknskaparár er talan um enn inntøkuvøkstur uppá 7,5 milliónir krónur ella góð átta prosent hjá Sunda Kommunu. Sunda kommuna gjørdi í fjør íløgur fyri tilsamans 43,8 milliónir krónur. Bróðurparturin av hesum var brúktur uppá nýggja skúlan og ítróttarhøllina við Streymin og til ítróttarøkið við Margáir í Streymnesi. Íløgurnar eru 13 milliónir krónur minni enn roknað var við í fíggjarætlanini, men tað kemst av, skrivar kommunan, at íløgur, sum skuldu gerast í Skúlan við Streymin, vórðu útsettar til 2020. Sunda kommuna skrivar, at fíggjarstøðan 2019 javnvigar við 31.869 milliónum krónum. Lániskuldin var 38,5 milliónir krónur við árslok. Nettoskuldin var 22,9 milliónir krónur, ið svarar til 28 prosent av skuldarloftinum. Ákæra er nú reist móti skiparanum á farmaskipinum, Mykines, og føraranum á glastrevjabátinum, Mars, í sambandi við samanstoytin í Skopunarfirði náttina 31. august í 2017. Tað skrivar Sosialurin. Glastrevjabáturin við tveimum monnum umborð sakk og annar maðurin umborð kom ikki afturíaftur, hin varð bjargaður. Fýra vitni skulu avhoyrast, skrivar blaðið. Sambært innliti, sum Sosialurin hevur fingið, verður skiparin á Mykinesi ákærdur fyri, hesa náttina sum vakthavandi navigatørur á brúnni, ikki at hava tryggjað sær, at neyðuga brúgvavaktin allatíðina varð hildin. Skiparin hevði heldur ikki lagt ferðina nóg væl til rættis og tryggjað sær, at siglt varð sambært góðum sjómansskapi. Førarin á glastrevjabátinum, Mars, sum yvirlivdi, er eisini ákærdur. Sambært ákæruritinum, hevur hann ikki tryggjað sær, at neyðugt útkikk var, at øll neyðug útgerð var umborð og fyri ikki at hava siglt sambært góðum sjómansskapi, tí metta frástøðan til farmaskipið Mykines var skeiv. Fara vit í einari posthumanari tíð, at kunna broyta grunntreytirnar fyri, hvat eitt menniskja er Er maður meiri enn mold Er dreymurin um ævigt lív nú til í einum gentekniskum varianti Mong vilja vera við, at tá føroyingar eiga summarhús uttanlands, kunnu útlendingar eisini eiga summarhús í Føroyum, ímeðan onnur óttast, at áhugin frá útlendingum at keypa hús og lendi í Føroyum, kann skapa óhepnar fylgjur. Í Kvívík hevur ein týskari keypt trý hús, sum standa síð um síð. Heri Múller, borgarstjóri í Kvívík heldur, at tað er munur á at loyva summarhúsum í bústaðarøkjum og nakað uttanfyri bústaðarøkið. Hann fílist á, at kommunurnar ikki kunnu seta krøv. Barbara í Gongdini, sum í farnu viku fekk stóra listarliga viðurkenning, fer at brúka hendan møguleikan til at finna aftur til sniðgevandi røtur sínar. Hoyrið samrøðuna her Samstundis verður skipað fyri einari filmsmiðju, sum kann kompensera fyri filmskúlan Nollywood, sum er útsettur orsakað av korona. Tað er tíðarritið, The Lancet, sum hevði eina grein um royndirnar, sum nú boðar frá, at úrslitini eru tikin aftur, skrivar tíðindastovan, Ritzau. Tríggir granskarar, sum stóðu fyri royndini, siga, at ov nógv ivamál eru, og tí eru teir givnir við royndunum. Fyritøkan, Surgisphere, vil ikki veita tøl til eina óhefta kanning, vísa granskararnir á. Malariaheilivágurin er nógv umrøddur sum viðgerð ímóti korona. Millum annað hevur amerikanski forsetin, Donald Trump, róst heiliváginum, og sigur seg hava tikið heilivágin. At royndirnar nú eru tiknar aftur, hevur fingið heimsheilsustovnin, WHO, at avlýsa eina roynd við malariaheiliváginum, sum skuldi skipast kring heimin. Men WHO sleppur ikki ætlanini um at gera fleiri kanningar við evninum, sigur heimsheilsustovnurin, tí neyðugt er við fleiri kanningum, fyri at fáa staðfest, hvussu heilivágurin virkar, skrivar Reuters. Seinnu helvt av juni fer SAS aftur at flúgva til Føroya. Tað stendur í einum tíðindaskrivi, sum felagið sendi fyrrapartin, og sum norski miðilin, DN, hevur almannakunngjørt partar úr. SAS boðar frá, at farið verður at flúgva aftur úr Noreg til kroatia frá 20. juni, og samstundis verður boðað frá, at felagið eisini fer at taka fleiri aðrar rutur upp aftur í seinnu helvt av juni, teirra millum eru Føroyar og Ísland. Ekstrablaðið skrivar, at tá juni er úti, fer SAS at flúgva 40 rutur aftur. Atlantic Airways flýgur í løtuni fýra túrar um vikuna til og úr Keypmannahavn, og frá 15. juni flýgur felagið eisini til Billund, Aalborg og Keflavíkar. Í gjár vórðu 131 kanningar gjørdar, og nú eru tilsamans 10.134 fólk í Føroyum kannað kannað. Eingin tilburður av korona hevur verið síðani 22. apríl. 3.864 kanningar eru gjørdar, síðani tann seinasti smittutilburðurin varð staðfestur í Føroyum fyri 44 døgum síðani. 187 fólk hava havt koronu, men øll eru frísk aftur. Eitt veit eg, at Ævisøgan um monologin er ikki keðilig, tó at eg rokni við, at okkurt hampafólk fær ilt av summum av teimum bersøgdu lýsingunum av tí, sum fyriferst. Soleiðis sigur Jógvan Isaksen, bókmentafrøðingur, um tað løgnu bókina, sum Ævisøgan um monologin eftir Olaf S. Thomsen er. Eingin veit, hvør Olaf er, ella um hann er til. Men Jógvan Isaksen loyvir sær at koma við nøkrum ábendingum. Fundurin byrjaði klokkan 10 fyrrapartin. Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at endamálið við fundinum er at finna eina semju, men hann viðgongur at støðan er trupul. Terje Sigurðsson, semingsmaður, vil ikki siga nakað um, hvat arbeitt verður við, men roynt verður at fáa partarnar at finna semju, sigur hann. Semingsmenninir løgdu eitt semingsuppskot fyri partarnar fyrrakvøldið, men tá partarnir skuldu svara á middegi í gjár, vildi hvørgin parturin taka undir við semingsuppskotinum í verandi líki. Partarnir tosaðu saman seinnapartin í gjár, og samdust um at hittast aftur í dag. Sáttmálarnir vórðu longdir til á miðnátt í gjárkvøldið, men so leingi sum partarnir tosa saman, verður hvørki verkfall ella verkbann lýst. Ein táttur er silvur er romantisk realisma, tí bæði karmarnir og fittur partur av hendingunum látast realistiskar, meðan úrslitið av ymiskum hendingum fær ein ikki sørt romantiskan dám. Nýggi sáttmálin, sum tey bæði feløgini undirskrivaðu fyrradagin, var galdandi fyri tíðarskeiðið 1. oktober 2019 30. september 2021. Síðani Fíggjarmálaráðið gjørdi semju við Starvsmannafelagið síðst í januar 2020 er støðan í samfelagnum sum kunnugt sera nógv broytt og fylgjurnar av COVID19 eru millum annað at búskaparligan støðan hjá landskassanum er fullkomiliga broytt. Harvið er grundarlagið undir at gera semjur á almenna arbeiðsmarknaðinum eisini heilt broytt, sigur Fíggjarmálaráðið millum annað í tíðindaskrivinum, sum er sent fjølmiðlunum Fyrra árið fáa starvsfólk í lønarflokki 1 21 795 krónur omaná mánaðarlønina og starvsfólk í flokki 22 50 fáa 595 krónur omaná mánaðarlønina. Seinna árið var talan um lønarlyft uppá 2,25 prosent. Men hetta góðkennir landsstýrismaðurin í Fíggjarmálum ikki, sigur Fíggjarmálaráðið í tíðindaskrivi fyri lítlari løtu síðani. Hoyr samrøðuna, útvarpið gjørdi við Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, í útvarpstíðindunum á døgurða, her. Tilboðini til tey, sum sita í Arrestini í Mjørkadali, eru ikki nóg góð, og fólk í Arrestini verða heldur ikki nóg væl loftað, tá tey koma út í samfelagið aftur. Djóni Nolsøe Joensen, úr Javnaðarflokkinum, og Rósa Samuelsen, úr Sambandsflokkinum, ið eru vald av tinginum til at hava eftirlit við Arrestini, løgdu uppskot til samtyktar fyri løgtingið um at kanna og taka neyðug stig til, at umstøðurnar í Arrestini í Mjørkadali verða nøktandi. Uppskotið varð einmælt samtykt í løgtinginum í gjár. Djóni Nolsøe Joensen, sigur, at ein stórur trupulleiki er, at tey, sum sita inni, ikki hava nakað skilagott at brúka tíðina til. Umframt at skapa nýggj tilboð til tey, ið sita inni, vóna Djóni Nolsøe Joensen og Rósa Samuelsen eisini, at landsstýrið við einum samdum løgtingi í rygginum kann umrøða spurningin um at byggja eitt heilt nýtt fongsul í Føroyum við donsku myndugleikarnar. Tina Grønbeck Tausen, forkvinna í Sjódypp, sigur, at ætlanin er at gera eina oasu, sum skal hóska væl til grøna náttúrliga umhvørvið í Tjaldavík. Felagið hevur fingið loyvi frá Yvirfriðingarnevndini og Hovs kommunu at seta eina baðistovu upp, gera eina gongugøtu og eina brúgv á staðnum. Vit ynskja eisini at gera eina gongugøtu, soleiðis at tað er trygt og lætt at ganga frá parkeringsøkinum til baðistaðið, serliga um veturin, sigur forkvinnan. Tað verður eingin kappróður á Norðoyastevnu í morgin. Tað sigur forkvinnan í Róðrarsambandi Føroya, Annika Dalsgarð, við útvarpið nú seinnapartin. Orsøkin er ringu veðurlíkindini fyri leygardagin. Ársins fyrsti kappróður verður í staðin sunnudagin, sigur forkvinnan í Róðrarsambandinum, ið sendir út tíðindaskriv um eina løtu. Tilsamans 79 róðrarmanningar verða við í ársins fyrsta kappróðri tað eru 15 manningar fleiri enn á Norðoyastevnu í fjør, og tað er eisini størsta talið í nógv ár. Øll Nólsoyggin verður vetrarfriðað í ár. Tað varð endaliga avgjørt á borgarafundi í Nólsoy í gjárkvøldið, skrivar kommunan á heimasíðuni. Arbeiðið, at vetrarfriða Nólsoy, byrjaði í 2005. Tað var fyri í býráðnum fyri trimum árum síðan, tá peningur varð settur av til endamálið, og málið varð avgreitt í gjár. Seyðurin er farin av bønum og nú verður stikað og rulluportur sett í og nakað verður hegnað aftrat, og so er Nólsoyggin endaliga vetrarfriðað. Sakin vísir og viðgerð viðkomandi sakir hjá øllum børnum í skúlaaldri. Og VIT taka sakina í størsta álvara, tosa við skilagóð og fitt børn, um teirra áhugaverdu áhugamál og dugnaligu evni. Sakirnar fríggjakvøldið 5.juni Dagurin í dag Grundlógardagur og pápadagur og altjóða umhvørvisdagur. Barnaróður við dreingjamanningini umborð á Nísuni. Fuglaungarnir hesaferð eru høsnarungar. Brandur bakar. Petursa borð. Ein av týdningarmiklastu finningunum, sum greiningarnar vístu, er, at færri álvarsliga sjúk fólk høvdu blóðflokk 0. Tað skrivar norska kringvarpið, NRK. Tað er ein verja, at hava blóðflokk 0, sum sigur, at tú hevur 30 prosent minni møguleika fyri at gerast álvarsliga sjúkur, um tú hevur blóðflokk 0, sigur Johannes Hov, sum hevur skrivað frágreiðingina. Kanningin er hin fyrsta í heiminum, sum avdúkar tvær arvaeindir, sum elva til álvarsligu lungnasjúkuna hjá sjúklingum við koronu, skrivar lærdi háskúlin í Oslo í tíðindaskrivi. Hetta er sera, sera stórt. Finningin av hesum báðum arvaeindunum varpar óvæntað ljós á, hvussu álvarslig lungnasjúka í Covid 19 smittu kann íkoma og menna seg hjá nøkrum sjúklingum, sigur Tor Hemming Karlsen, granskari. Hóast tað rakar limirnar hjá Starvsmannafelagnum, at Jørgen Niclasen í dag boðaði frá, at hann vrakaði sáttmálan millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, so vil formaðurin í fakfelagnum ikki blanda seg í málið. Hann greiðir frá, at hann í mong ár stóð á bíðilista hjá Bústøðum, men tá ástóð fekk hann at vita, at hann var so langt niðri á listanum, at eingin íbúð var í eygsjón. Víngarðurin í Tróndargøtu í Havn lat fyri tveimum vikum síðani upp aftur eftir koronustongsulin. Nú eru tey klár til summarið. Sum nakað forvitnisligt hava tey fingið listakonuna Hansinu Iversen at listprýða terrassuna uttanfyri, har tað er pláss fyri umleið 50 fólkum. Elsa Maria Olsen og Bjørn Krog eiga og reka Víngarðin. Sum navnið sigur, borðreiða tey mest við víni. Men tey hava eisini kokkteylar á skránni. Elsa Maria vísur, hvussu hon ger sín sermerkta kokkteyl við forkunnugum donskum rommi og heimagjørdum berjasiroppi. Sí myndir niðanfyri Ólavur Øster arbeiðir á Tjóðsavninum, har hansara uppgáva er at talgilda gamlar myndir. Í savninum eru umleið 100.000 myndir, og higartil hevur Ólavur talgilt umleið helvtina. Herfyri var eldur í einari ruskspann, sum stóð beint upp at húsunum, har myndasavnið er. Um illa vildi til, høvdu 50.000 myndir farið upp í royk. Men tíbetur varð eldurin sløktur í tøkum tíma, tí ein granni varnaðist hann og bar seg skjótt at við einum eldsløkkjara. Ólavur Øster greiðir frá um virðismikla savnið og visur fram gamlar myndir. Onkrar prentaðar myndir eru í savninum, men tað er fyri tað mesta negativ á glasplátum. Eisini eru nøkur gomul fotoalbum. Sí niðanfyri Fyrr í ár var gluggin opin í 10 vikur, og sostatt kundi FSF leingja hetta seinna tíðarskeiðið, so gluggin hesaferð er opin í tvær vikur afturat. Eldri fólk og starvsfólk innan bæði eldraøkið og heilsuverkið verða hildin fyri tað turra spott av politikarunum, sum nú lata dyrnar til umheimin uppaftur. Hoyr alt innslagið og samrøðuna við Kemm Poulsen her. Hoyr alt innslagið og samrøðuna við Pál Weihe her. WHO mælir tó til, at fólk ikki brúka somu maskur, sum verða brúktar innan sjúkrahúsgátt, fyri at umganga, at trot verður á hesum maskum. Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, boðaði frá á seinasta tíðindafundi, at landsstýrið fer at útvega løgregluni heimild til at steingja dansi og skeinkistøð, sum ikki halda tilmælini um at lata aftur klokkan 22. Hoyr samrøðuna við Bárð á Steig Nielsen her. Vit hoyra søguna Birita og summargávan. Sidsel Jøranlid skrivaði og Hjørdis Heindriksdóttir týddi. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2020. Elin á Rógvi lesur og leggur til rættis. Dánjal Tavsen er tøkningur. Vit hoyra søguna Birita og summargávan. Sidsel Jøranlid skrivaði og Hjørdis Heindriksdóttir týddi. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2020. Elin á Rógvi lesur og leggur til rættis. Dánjal Tavsen er tøkningur. Mest spennandi dysturin er uttan iva dysturin á Norðoyarstevnu í Klaksvík, har KÍ tekur móti NSÍ. Undan dystinum liggja liðini lið um lið á stigatalvuni við sama stigatali. NSÍ er á øðrum plássi, meðan KÍ er á triðja plássi. Tann dysturin byrjar klokkan trý. Hin toppdysturin er í Sarpugerði í Norðagøtu, har Víkingur og B36 fara at dystast klokkan fimm. Eisini hesi liðini liggja lið um lið á stigatalvuni, tí undan dystinum eru liðini á ávikavist nummar fimm og fýra. Hinir báðir dystirnir í dag verða spældir klokkan trý, og er talan um sera spennandi dystir í stríðnum á niðaru hálvu av stigatalvuni. Ein dystur varð spældur í gjár. HB vann 1 0 móti TB í Trongisvági og varðveitt sosatt fyrsta plássið. Talan er um bestu byrjan hjá HB í 45 ár. Ársins fyrsti stevnuróður verður í Klaksvík seinnapartin, har Norðoyastevna er. 79 manningar eru meldaðar til róðurin, og tað eru 15 manningar fleiri enn á Norðoyarstevnu í fjør. Róðurin skuldi eftir ætlan vera í gjár, men mátti útsetast vegna veður. Men líkindini fyri at rógva í Klakvsvík í dag eru góð, sigur Annika Dalsgarð, forkvinna í Róðrarsambandi Føroya. Ársins fyrsti stevnuróður verður í Klaksvík seinnapartin, har Norðoyastevna er. 79 manningar eru meldaðar til róðurin, og tað eru 15 manningar fleiri enn á Norðoyarstevnu í fjør. Róðurin skuldi eftir ætlan vera í gjár, men mátti útsetast vegna veður. Men líkindini fyri at rógva í Klakvsvík í dag eru góð, sigur Annika Dalsgarð, forkvinna í Róðrarsambandi Føroya. Segði sigur Annika Dalsgarð, forkvinna í róðrarsamband føroya. Heri Nolsøe hevur í mong ár yrkt sangir og gjørt løg til teir. Hann fekk virðisløn fyri ein sang, sum hann læt inn til sangkapping hjá Amnesty International. Heitið var Samvitskufangin, sum Karl Martin Samuelsen sang. Heri hevur eisini yrkt sangin Møttust vit á Penny Lane frá eini vitjan í Liverpool, og hann lærdi sum ungur at spæla klaver og hevur eisini spælt guitar. Fótbólturin og tónleikurin eru samansjóðaðir í sanginum Aftur í 60ini , sum Jens Marni Hansen syngur. Reytt svart , sum Ronnie Nielsen syngur, er ein sangur, sum varð gjørdur, tá HB fylti 100 ár í 2004. Ferð verður sett á flúgvingina millum Føroyar og útheimin 15 juni, og tilmælið um 14 dagars sóttarhald verður avtikið. Hetta hevur við sær, at ferðafólk umborð á Atlantsflogi skulu bera masku, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi. Seinnapartin í dag savnaðust nógv fólk til tiltakið Black Lives Matter í Tórsgøtu í Havn fyri at mótmæla rasismu. Millum annað helt Jasmin Moto røðu, har hon greiddi frá egnum upplivingum við rasismu í Føroyum. Jonn Johannesen bjargaði klaksvíkingum norðoyastevnuna. Tveir minuttir vóru spældir av tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, tá innskifti Jonn Johannensen javnaði til 1 1 fyri KÍ móti NSÍ. Petur Knudsen hevði lagt NSÍ framum, tá 17 minuttir vóru eftir at spæla. Løtu seinni fekk Deni Pavlovic reytt kort, men kortini eydnaðist heimaliðnum at javna. Jan Ellingsgaard gjørdi bart Liðskiparin hjá ÍF, Jan Ellingsgaard, skeyt hattrikk í 4 2 sigrinum á AB. Liðini skiftust at skora, og støðan í hálvleikinum var 2 2. Í seinna hálvleiki skeyt Jan Ellingsgaard tvey mál og avgjørdi dystin fyri heimaliðið. EB Streymur vann týðandi botndyst Við Margáir vann EB Streymur 1 0 á Skála í týðandi botndysti. Tóki Johannensen avgjørdi dystin longu í 12. minutti. Í gjár vann HB 1 0 á TB í Trongisvági, og hevur framvegis fult stigatal. KÍ NSÍ, 1 1 0 1 Petur Knudsen, 73 minuttir. 1 1 Jonn Johannesen, 90 2 minuttir. ÍF AB, 4 2 1 0 Jan Ellingsgaard, 24 minuttir. br. 1 1 Bartal Petersen, 26 minuttir. 2 1 Ari Ellingsgaard, 30 minuttir. 2 2 Tóki á Lofti, 32 minuttir. 3 2 Jan Ellingsgaard, 63 minuttir. 4 2 Jan Ellingsgaard, 85 minuttir. EB Streymur Skála, 1 0 1 0 Tóki Johannesen, 12 minuttir. Evy á Lakjuni skoraði einasta málið í dystinum, tá KÍ vann norðoyastevnudystin og toppdystin móti NSÍ. Sigursmálið kom beint fyri steðgin, og hóast NSÍ royndi at javna, eydnaðist tað ikki teimum gulu og svørtu. ÍVB vann endiliga ÍF Víkingur B68 fekk sín fyrsta sigur í ár. Jacoba Langgaard legði felagsliðið framum móti EBS Skála við brotssparki beinanvegin, og Mona Rasmusdóttir økti miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki minkaði Lea Lisberg um munin, men nærri komu tær kortini ikki. Grannauppgerðin í Havn millum HB og B36 endaði við 1 1 javnleiki. Helena H. Johannesen legði B36 framum í fyrra hálvleiki, men Elin Maria Isaksen javnaði eftir steðgin við brostssparki. KÍ NSÍ, 1 0 1 0 Evy á Lakjuni, 44 minuttir. ÍVB EBS Skála, 2 1 1 0 Jacoba Langgaard, 7 minuttir. br. 2 0 Mona Rasmusdóttir, 26 minuttir. 2 1 Lea Lisberg, 61 minuttir. HB B36, 1 1 0 1 Helena H. Johannesen, 20 minuttir. 1 1 Elin Maria Isaksen, 50 minuttir. br. Í yvirtíðini fekk hann eitt innlegg frá Jóannes Bjartalíð. Jonn Johannesen hoppar høgt, og tað gjørdi hann eisini tá høvdið skuldi setast á innleggið. NSÍ hevði farið undan KÍ á stigatalvuni, um Runavíkingar fingu fult við Djúpumýru. Men Jonn Johannesen hugsar ikki um hini liðini. Vit hugsa fyrst og fremst um okkum sjálvar, men tað er gott, at NSÍ ikki fór undan, leggur málskjútti afturat. Tað er ringt at seta orð á javnleikin beint nú, tá vit hildu leiðsluna út í yvirtíðina. Teir fáa eitt mál sum ger, at tað kanska følist sum eitt tap nú. Tað vóru nógvir kjansir báðar vegir, so 1 1 er nokk rætta úrslitið, sigur Petur Knudsen, sum var einsamalli málskjúttin hjá NSÍ í dag. Um vit ætla at spæla við har sum tað er stuttligt, so skulu vit klára okkum betur móti hinum oddaliðnum. Vit taptu allar dystirnar fyri KÍ í fjør, so tí er ein javnleikur í lagi fyri okkum í dag. Á middegi fríggjadagin hevði Taks avgreitt 60 umsóknir um stuðul sambært hjálparpakka tvey. Stuðulin var tá tvær milliónir og 936.000 krónur. Nú fáa 1.833 fólk lønarískoyti frá Als sambært hjálparpakka eitt.Talið er nógv minkað. Tað hevur verið uppi á 4.320. Tað var 4.apríl. Forsetin í Íslandi, Guðni Th. Jóhannesson, er væl dámdur, í hvussu so er sambært fyrstu veljarakanningini, sum er gjørd fyri forsetavalið 27.juni. Serliga elstu veljararnir søgdu seg ætla at velja Guðmund. 95 prosent av kvinnunum søgdu seg ætla at velja Guðna Th. Jóhannesson og 86 prosent av monnunum. Guðni Th. Jóhannesson varð valdur til forseta í Íslandi í 2016. Tá vóru átta onnur uppstillað, men Guðni Th. Jóhannesson vann. Hann fekk 39,1 prosent av atkvøðunum. Sama bygning sum Arktisk Kommando Grønlendska kringvarpið, KNR, hevur fregnast um, hvør verður til staðar til móttøkuna, men tað hevur ikki eydnast teimum at finna út av tí. Amerikanska konsulátið verður í sama bygningi sum Arktisk Kommando og tað er ein avgerð, sum danski verjumálaráðharrin, Trine Bramsen, hevur góðkent. Við í tølunum, sum Hagstovan kunnger í dag, eru ikki lønarískoyti frá arbeiðsloysisskipani, B skattskyldugar inntøkur, samsýningar, arbeiðsloysisstuðul og útgjøld, so sum veitingar og eftirlønir, við. Vit koyra vestmannatíð enn, so tit náa at knappa nakrar øl upp og fáa tykkum fríska luft, sigur røddin í Nærvarpinum í Vestmanna hetta fríggjakvøldið nakrar minuttir eftir klokkan 21. Søgan er sera einføld vit hava ein arv, ið skjótt er gloymdur, og hann ætli eg at gera mítt til at varðveita. Hetta er ein arvur, ið vit kunnu brúka til at ríka um okkara sigling runt oyggjarnar. Orðini eigur Jens Mortan á heimasíðuni. Í samband við arbeiði, bjóðar Jens Mortan fólki við fyri einki at sigla runt Føroyar. Áhugaði kunnu seta seg í samband við Jens Mortan á facebook. Sáttmáli varð eisini gjørdur millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið í farnu viku, men fríggjadagin boðaði Jørgin Niclasen, landsstýrismaður frá, at hann ikki góðtekur sáttmálan. Samband millum partarnar Landsstýrismaðurn kunnaði fakfeløgini á fundi hálvan mai um støðuna, og mælti feløgunum til at vísa hógv í samráðingunum. Føroya Lærarafelag hevur samráðst síðani 31. oktober í fjør, tá krøvini vórðu løgd fram. Jákup Eli Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag, sigur, at felagið nú bíðar eftir samráðingunum við Lønardeildina, og hann vil ikki avdúka, hvat felagið hevur boðað frá, tað verður gjørt á samráðingarfundinum, sigur hann. Føroya Kommunufelag fer at umrøða støðuna, eftir at landsstýrismaðurin vrakaði sáttmálan sum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið gjørdi við Starvsmannafelagið í farnu viku. Víkingur B36, 4 2 1 0 Andreas Lava Olsen, 19 minuttir. 1 1 Árni Frederiksberg, 25 minuttir. br. 2 1 Andreas Lava Olsen, 32 minuttir. 2 2 Eli Falkvard Nielsen, 56 minuttir. 3 2 Gunnar Vatnhamar, 57 minuttir. 4 2 Sølvi Vatnhamar, 64 minuttir. br. ÍF AB, 4 2 1 0 Jan Ellingsgaard, 24 minuttir. br. 1 1 Bartal Petersen, 26 minuttir. 2 1 Ari Ellingsgaard, 30 minuttir. 2 2 Tóki á Lofti, 32 minuttir. 3 2 Jan Ellingsgaard, 63 minuttir. 4 2 Jan Ellingsgaard, 85 minuttir. Tað væntar enn nakað í, áðrenn til ber at fara alment út við nýggju reglugerðini, sum skal forða fyri at Korona kemur til landið aftur. Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum. Hóast landsstýrismaðurin ikki kann siga nakað alment um nýggju reglugerðina, so upplýsir hann, at heilsuverkið ikki kann taka sær av at kanna frísk fólk á flogvøllinum ella á kajini. Tey hava nóg mikið at gera við sjúkum fólki. Og tí hevur samband verið við privatar fyritøkur, sum hava bjóðað seg til uppgávuna. Kaj Leo Holm Johannesen vil tó ikki siga enn, um tað verður ein privatur leistur ella ein almennur, sum kemur at taka sær av, at nýggju sóttarhaldsreglurnar verða fylgdar. Fyrsta rundkoyring í landinum varð gjørd í Runavík. Hans Tausen Olsen var borgarstjóri tá og hann sigur, at hon hevur riggað væl, tí nógv ferðsluóhapp vóru har. Hans er abbasonur fyrsta niðursetumannin, Hans Tausen. Hann og konan Halda búsettust her í 1916, men bygdin fekk ikki navnið Runavík fyrr enn í 1938, tá tað varð samtykt á grannastevnu á Toftum. Eftir tað fingu tey bæði húskini sum tá vóru grindapart, og tað hevði stóran týdning tá í tíðini. Gamalt var, at fólk á Toftum bóru torvið oman í lítlu víkina, sum hevði navnið Runavík. Tí var navnið náttúrligt, sigur Hans. Øll tey trý fyrstu húsini í Runavík komu úr bóndahúsinum á Hamri á Toftum og tey fingu trøð her inni. Thurid Olsen, fyrr Hammer, var fyrsta barn sum varð skrásett til Runavík. Tað var í 1938 og nakrar mánaðir eftir at nýggja bygdin hevði fingið navn. Í sendingini siga Thurid og beiggin Hans Hammer frá, hvussu nógv er broytt í Runavík í teirra tíð. Thurid sigur, at neyvan nakra staðni í Føroyum eru so stórar broytingar hendar. Systkini halda, at alt var hugnaligari fyrr, tá tey búðu mitt úti í náttúruni millum djórini og kundu henta ber beint við húsini. Eitt av tiltøkunum hjá Bókasavninum við Løkin er at stroyma eina fyrilestrarøð á rhuus universiteti, har vísindafólk viðgera ymisk náttúruvídindalig evni. Oyvør Dam Jacobsen, leiðari fyri bókasavnið, er fegin um tiltakið. Jonna Mortensen, sum møtir fast upp til fyrilestararnar, sigur, at teir eru bæði áhugaverdir og viðkomandi fyri vanlig fólk og undirbyggja skapanina. Nú eru eini fýra ella fimm støð í Føroyum, sum stroyma hesar fyrilestrar. Tilsamans verða teir vístir eini 180 støð, serliga í Danmark og eisini onku staðni í Grønlandi. Bjarni Hansen, vanliga nevndur Bjarni Blikk, er 92 ára gamal og býr nú á Eysturoyar Røktar og Ellisheimi. Hann er hósvíkingur og búsettist í Runavík í 1954, eftir at hann hevði lært til blikksmið í Klaksvík. Serliga tey árini øll fingu sær miðstøðarhita, var nógv virksemi í blikksmiðjuni. Seinni hevði konan Sannemi, sum var úr Saltnesi, blómuhandil og sum frá leið bleiv Bjarni eisini meira og meira upptikin av blómuhandlinum. Í Æðugøtu í Runavík búgva Beinta Svensson Mohr og Jákup Øssursson Mohr saman við tvíburðunum, ið eru hálvttriðja ár. Beinta er úr Havn og Jákup úr Fuglafirði, men tey trívast væl her. Annars var tað av tilvild at tey komu higar, tí tey leitaðu eftir onkrum at búgva í tá íbúðin í Runavík var til sølu. Hon arbeiðir hálva tíð í frítíðarskúlanum í Rituvík og hálva tíð sum psykomotoriskur terapeutur og hann er politistur í Klaksvík. Tey eru fegin um at búgva á einum so barnavinarligum vegi, tí her eru nógv børn í ymsum aldrum. Feðgarnir Jákup og Jafet Olsen gera føroyskar ketlar til oljufýringar. Síðani seinnapartin í áttatiárunum hevur Jákup havt fyritøkuna Hógv, sum hevur gjørt tilsamans 3.500 ketlar til oljufýringar. Sonurin Jafet er fjórða ættarlið sum rørleggjari. Hann sigur, at teir onkuntíð hava skift skipanir sum abbin ella langabbin hava gjørt og tað er týðiligt, at tað er gjørt soleiðis at tað ikki skuldi verða tikið sundur aftur. Jákup sær stórar møguleikar í nýggja Eysturoyartunnlinum, sum verður tikin í brúk um fáar mánaðir. Tað er nevndin, sum í samráði við fleiri stuðlar, sum hevur gjørt av, at Sjómannadagurin ikki verður aftur fyrr enn 21. august 2021. Hetta hevur verið ein torfør avgerð hjá okkum øllum, men vit halda, tað er rættast at fylgja almennu tilmælunum, skriva fyrireikararnir. Sjómannadagurin er síðsta tiltakið í eini langari røð av tiltøkum og festivalum, ið ikki verða í summar. Frammanundan hava millum annað Country og Bluesfestivalurin, Dansibandsfestivalurin og G Festivalurin boða frá, at tey avlýsa í summar, meðan stevnurnar eru munandi skerdar av korona. Karina Skarð Petersen, skrivstovufólk hjá Klaksvíkar Kommunu, og Kristina Gry Berg, leiðari á kunningarstovuni í Fuglafirði, halda lítið um, at lønarmunur nú skal vera á starvsfólki hjá landinum og kommununum. Báðar eru tær álitisfólk á sínum arbeiðsplássi. 514 limir í Starvsmannafelagnum verða lønt eftir sáttmálanum hjá Starvsmannafelagnum í kommunalum høpi. Tað eru millum annað hjálparfólk á ellisheimi, skrivstovufólk, fíggjarfulltrúar, dagrøktarmammur, sløkkiliðsfólk, sosialráðgevar, tannrøktarar, arbeiðsformenn, gravarar og miðlaráðgevar. Og álitisfólkini hava eina greiða áheitan. Landsstýrismaðurin eigur at taka avgerðina aftur, so tey fáa somu løn fyri sama arbeiði. Fólk við myrkum húðaliti merkja eisini rasismu í Føroyum, hóast talan ikki er um sama stig, sum vit hava sæð úr eitt nú USA, siga tær báðar Angela Fagranes og Eydna Cæcilie Dalsgaard, sum hava merkt rasmismuna á egnan kropp. Frimod Joensen var Føroya fyrsti naivistiski málari. Hann var sjálvlærdur, og við óspiltari frásagnargleði endurgevur hesin litglaði málarin heiman av Sandi landslagið uttanum seg. Veruleikin, sum hann fatar hann, skal uttan hóvasták endurgevast eins beinleiðis og hann verður uppfataður. Frimod málaði eisini ein hóp av sjálvsmyndum. Hjá honum var onki myndaevni ov banalt. Hann málaði sítt svára einsemi, sín longsul og sínar dreymar. Í sendingini skulu vit millum annað eisini hoyra um tveir listamenn úr Mikladali, Hans Hansen og Fridtjof Joensen. Hans var í Íslandi undir krígnum og lærdi til húsamálara. Tá hann sá málningarnar hjá stóra íslendska listamanninum Kjarval, gjørdi hann av at vera listamálari. Fridtjof Joensen var maskinmeistari. Hann sigldi við trolara og arbeiddi síðani sum smiður. 47 ára gamal tók hann ta óvanligu avgerðina at fara á myndahøggaraskúlan á kunstakademiinum í Keypmannahavn. Í mongum bygdum og býum í Føroyum kann man í dag síggja hansara standmyndir og framskornu myndir. Í 1933 málaði ein 15 ára gamal hegnigur leirvíksdrongur, Jóannis Kristiansen, eina vakra vatnlitamynd av heimbygdini. Sum ungur fór hann til Keypmannahavnar, og í 1944 kundi hann byrja á kunstakademinum. Sum frá leið gjørdist hann kendur í Føroyum sum Leirvíksmálarin. Hóast hann var útiseti burturav, so kendi hann seg tætt knýttan at føroyskari náttúru serliga barndómsins landsløgum. Elinborg L Lützen úr Klaksvík er helst tað listafólkið, sum mest hevur víst okkum á tað mýtisku megina, ið býr í føroyska landslagnum. Við pennatekningum sínum tulkar hon ta føroysku náttúruna sum ævintýranna heimstaður. Í 1957 58 fór hon av álvara at arbeiða við grafikki. Hon skapti síni listarligu stórverk við linoskurðum. Í sendingini hoyra vit eisini um eitt nú Marionnu Matras og William Heinesen. Hugflogið hjá Williami var óavmarkað. Hann var skrivandi maður, og metti myndlistina sum eitt kærkomið ítriv, men gávuríkur sum hann var, hevur hann skapað stórverk eisini á hesum øki. Ætlanin er at gera ein nýggjan breiðari verjumúr framman fyri Ólavskirkjuna, tryggja vegin niðan fyri Kirkjubømúrin við størri verjugróti, og leggja verjugrót fram við bakkanum út til Líkhús, sum er sunnan fyri Múrin, og umvæla verjumúrin har. Talan um 250 metrar av bakkaverju. Grót úr Sandoyartunlinum verður ikki brúkt sum verjugrót, tí tað er ikki mett at vera egnað. Men innast í bakkaverjuni kann tað brúkast. Har er talan um 500 rúmmetrar. Bakkaverjan í Kirkjubø er mett at kosta 2,5 milliónir krónur. Arbeiðið byrjar nú í summar, men bara ein millión er játtað í ár, so arbeiðið verður ikki liðugt í ár. Uppskotið um kunngerð skal tryggja, at góða djórasjúkustøðan í Føroyum verður varðveidd, sigur Umhvørvis og Vinnumálaráðið, sum hevur gjørt uppskotið. Tí á fundi við fakfeløgini hálvan mai, mælti Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, til, at tey 15 fakfeløgini ,sum eru eftir, samráddust saman, so tey fingu somu lønarhækking. Men tað vilja fakfeløgini ikki,. Tey vilja samráðast hvørt sær, sigur Anfinnur Garðalíð, formaður í Føroya skipara og navigatørfelag, sum skal á fund við Fíggjarmálaráðið hósdagin. Jeppe Kofod varð spurdur um hetta, tí Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, á fundi um framløgu av nýggjari kanning um eitt nú trygdarstøðuna hjá Føroyum, Grønlandi og Danmark, gjørdi vart við eina ávísa ónøgd við partar av kanningini. Heimsbankin staðfestir, at hóast fleiri lond hava játtað stórar kreppupakkar og sett í verk stuðulsskipanir, kann væntast, at heimsbúskapurin minkar 5,2 prosent. Og tá øll lond í heiminum onkursvegna eru rakt av búskaparkreppuni, metir heimsbankin, at talan er um mest umfatandi kreppuna í 150 ár. Tað segði Tedros Adhanom Ghebreyesus, aðalskrivari í WHO, á tíðindafundi í gjár, har hann vísti á, at síðsta samdøgrið eru flestu koronatilburðir skrásettir, síðani smittan fór at ganga. Tí meðan londini í vestur Evropa og Kina yvirhøvur hava tamarhald á farsóttini, so er støðan verri enn nakrantíð í øðrum pørtum av heiminum. Maðurin, sum er sjúklingur á Psykiatrisku deild í Havn, er skuldsettur fyri 22. juni í fjør at hava lagt á eitt starvsfólk á deildini, meðan tey gingu á gøtuni vestan fyri Sandá, sum er áin millum Havnina og Argir. Kvinnan, sum er skuldsett fyri kynsligan ágang móti dóttur sínari, er framvegis varðhaldsfongslað. Hon er varðhaldsfongslað til 19.juni, tá málið verður viðgjørt í Føroya rætti. Gentan var yngri enn 18 ár, tá kynsliga sambandið skal vera byrjað. Nakrar fáar dagar seinni varð móðir gentuna eisini varðhaldsfongslað. Spælararnir, sum Lars Olsen hevur havt ábyrgdina av, hava ikki álit á Lars Olsen. Tað gjørdist púra greitt sunnukvøldið, tá Esbjerg hevði tapt ímóti 1 3 ímóti OB í Odense. Lars Olsen hevur verið venjari hjá Esbjerg í 14 dystum. Hann tók við starvinum stutt eftir, at hann gavst sum landliðsvenjari hjá føroyska landsliðnum. Og tað hevur ikki gingið serliga væl hjá honum í Esbjerg. Tveir sigrar, tríggir javnleikir og sjey tap var úrtøkan eftir 12 dystir í Superliguni. Esbjerg, sum stríðist við at lívbjarga sær í bestu donsku fótbóltsdeildini, hevur ikki kunngjørt, hvør tekur við eftir Lars Olsen. Hesin bólkur verður ofta yvirsæddur, heldur Ole Wich, sum eisini vil varpa ljós á hendan trupulleikan, nú fólk eru farin at mótmæla rasismu í Føroyum. Higartil eru goldnar 99 milliónir krónur umframt hálva aðru millión til fólkapensjónistar. Tað, sum fer til fólkapensjónistar, fær Als aftur úr landskassanum. Heilt ítøkiligt merkir hugtakið FOMO , at tú ofta hevur kensluna av, at alt tað stuttliga og hendingaríka hendir á teimum støðum, tú ikki ert á. Tú hevur tað sera ringt við at fara frá einari veitslu, fundi, møti ella arbeiði, tí tú ert bangin fyri, at okkurt spennandi fer at henda, ið tú ikki fert at vera ein partur av. Tað skapar eisini ein tørv, har ein má fylgja við í, hvat onnur gera. Ein av vansunum við FOMO er, at mann kann missa førleikan av vera nærverandi, tí mann altíð skal luttaka í øllum. Kanningar vísa, at FOMO kann føra við sær abyrging og eina kenslu av dapurleika. Heldur ikki seinasta samdøgrið er nakar smittaður við korona í Føroyum. Tað upplýsir landslæknin, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk. 161 kanningar vórðu gjørdar í gjár, og tær vístu, at eingin var smittaður. Sostatt hevur eingin fingið staðfest smittuna í teimum seinastu 4.189 kanningunum. Kommunufelagið vil hava Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, at góðkenna sáttmálan, sum Kommunala arbeiðsgevarafelagið gjørdi við Starvsmannafelagið í farnu viku. Tað eru kommunurnar, sum eiga samráðingarrættin, og landsstýrið eigur ikki at leggja seg út í samráðingarnar, sigur Dennis Holm, formaður í Kommunufelagnum. Møguleikin at taka kelidjór av landinum, tí tað skal parast, hvørvur eisini við nýggju kunngerðini. Í staðin ber til at innflyta gitnaðarevni til Føroya, men søkjast skal um loyvi at innflyta gitnaðarevni. Málið um at skatta vinning, tá veiðirættindi verða seld, er enn í Fíggjarnevndini, og álit verður skrivað, sigur formaðurin í nevndini. Tað sama er at siga um hitt málið, sum er um at krevja kapitalvinningsskatt frá fólki, sum býr uttanlands, og tí hava avmarkaða skattskyldu her. Av tí at landsstýrið sendi ikki tey bæði uppskotini til hoyringar, áðrenn tey fóru í løgtingið, hevur Fíggjarnevndin havt nógvar innkallingar. Nevndin hevur biðið tey, sum hava verið á fundi við nevndina um málini, um at senda nevndini skrivliga tey sjónarmið, sum tey høvdu á fundunum við Fíggjarnevndina. Fór landsstýrismaðurin útum sínar heimildir, tá hann vrakaði sáttmálan millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið Ein grind upp á umleið 30 hvalir varð funnin á Sørvágsfirði leygardagin, og avgjørt varð at merkja fimm hvalir við fylgisveinasendarum. Hesir báðir vóru síðani sleptir aftur, og svumu avstað í einum bólki upp á umleið 10 hvalir, eftir at hava verið á Sørvágsfirði í eina løtu. Teir báðir merktu hvalirnir halda saman, sigur Havstovan, og hvalirnir hava ferðast 15 fjórðingar seinasta samdøgrið. Svenska Aftonbladet sigur seg nú vita, at vápnið, sum varð brúkt at drepa fyrrverandi svenska forsætisráðharran, Olof Palme, er funnið. Tað eru nú 34 ár síðani, at Olof Palme varð skotin og myrdur í miðbýnum í Stokkhólmi, eftir at hava verið í biografi við saman konu síni. Í morgin fer svenski ákærumyndugleikin av hava tíðindafund. Har fara tey at kunngera, um málið nú endaliga verður latið aftur, ella um ákæra verður reist. Bretska blaðið, The Guardian skrivaði, um vikuskiftið, at svensk kanningarfólk í mars mánaði vóru í Suðurafrika. Har handaði surðurafrikanska fregnartænastan teimum skjøl, sum eru viðkomandi fyri Olof Palme málið. Apartheitstýrið í Suðurafrika var undir illgruna fyri at at hava skipað fyri, at Olof Palme varð myrdur, men hetta var ongantíð prógvað. Hvussu vísir rasisma seg, og hvat kunnu vit gera hvør sær, spyrja vit Eydnu Cæcilie Dalsgaard og Marionnu Winther Nagata, sum vóru við í Black Lives Matter . Amine Mohammed Bouzidi upplivdi rasistiskan atburð í Føroyum og stevndi saman við øðrum viðkomandi, sum bleiv dømdur fyri brot á 266b. Vit tosa við Amine um hansara upplivingar. Soleiðis sigur Eydna Cæcilia Dalsgaard, sum er myrk. Hon hevur valt at stíga fram og siga frá sínum upplivingum av rasismu í Føroyum. Hon hevur rætt og slætt fingið nóg mikið. Hon skilir ikki, tá fólk ikki viðurkenna, at rasisma er í Føroyum, tí hon hevur sjálv upplivað tað. Tú kanst ikki fara út og finna rasismuna, men rasisman kemur til mín, sigur Eydna Cæcilia Dalsgaard, sum ikki orkar 18 ár afturat við rasistiskum viðmerkingum og umhugsar at flyta, um tað heldur fram. Sunnudagin helt hon røðu á tiltakinum Black Lives Matter , og í gjárkvøldið fortaldi hon sína søgu í Degi og viku. Hon er rørd og ovfarin av góðu móttøkuni og nógvu stuðlandi viðmerkingunum. Hon setir í hesi samrøðuni orð á, hvat tað hevur gjørt við seg at fáa rasistiskar viðmerkingar gjøgnum uppvøksturin. Zacharias var ein av undangongumonnunum at gera føroyskt sjónvarp. Hann var útbúgvin lærari, men hansara yrkisleið fór sjónvarpsvegin. Hann virkin í sjónvarpsfelagnum, og kom í starv sum programmedarbeiðari í Sjónvarpi Føroya, tá tað fór at senda í 1984. Tey fyrstu árini gjørdi Zacharias barnasendingar. Røðir, sum tær um Gyðju og Grana og ikki minst sendirøðin um Dólgarnar, fingu bæði børn og vaksin at sessast frammanfyri sjónvarpinum. Seinni fór hann at gera mentanarsendingar, og tær gjørdust eisini sera vælumtóktar. Zacharias hevði sín egna fólksliga stíl, og hann dugdi væl at siga frá gerandislívinum hjá vanliga føroyinginum. Hann legði seg eftir at siga søgur úr øllum Føroyum, eins og hann gjørdi fleiri sjónvarpsrøðir við ferðafrásagnum úr fjarskotnum londum. Zacharias var ein dugnaligur fotografur, og tað kom honum til góðar, tá hann gjørdi dokumentarsendingar frá lívinum umborð á føroysku fiskiskipunum, og tá hann var við fjallmonnunum til bjarga. Zacharias Hammer starvaðist í Sjónvarpi Føroya og síðani í Kringvarpi Føroya frá fyrsta degi í 1984 og fram til 2007. Hann festi ein týðandi part av føroysku mentanini á sjónband. OG Í 2001 fekk Zacharias Hammer virðisløn M.A. Jacobsens fyri serligt mentanaravrik. Seinnu árini hevur Zacharias Hammer arbeitt sum fólkaskúlalærari á miðlabreyt og sum fríyrkismaður, har hann millum annað eisini hevur gjørt sendingar til Kringvarpið. Nú hann andaðist, hevði hann júst saman við fólki úr Kringvarpinum lagt seinastu hond á tríggjar sendingar um fiskiskap við línuskipum undir Føroyum og á Flemish Cap. Hesar sendingarnar verða sendar í heyst. Finst rasisma í Føroyum Ja, siga nógv, nei, siga onnur. Sunnudagin var mótmælistiltak í Havnini móti rasismu um allan heimin undir heitinum Black Lives Matter eisini í Føroyum . Vit perspektivera og kjakast um hetta evnið í Breddanum í dag. Fór landsstýrismaðurin útum sínar heimildir, tá hann vrakaði sáttmálan millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið Fakfeløg siga ja, men landsstýrismaðurin sigur seg hava heimildina. Vit hyggja nærri at støðuni. Luttakarar Bjarni Djurholm, fyrrverandi landsstýrismaður, Sigmund Poulsen, advokatur, Annika Olsen, forkvinna í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, Rúna Preeti Ísfeld, granskari, Michael Antony Charles, íverkseti og G tónleikasamskipari, Katrin á Neystabø, aðalskrivari Amnesty Føroyar, Eivind Jacobsen, kjakari og útvarpsvertur Zacharias Hammer var eldhugaður og óttaleysur forteljari. Hann var góður eygleiðari og ferðaðist óræddur við upptøkutólinum í skorðum, bjørgum og harðbalnum høvum, og hann eigur stóran part av rúgvismikla tilfarinum í sjónvarpssavninum. Í 2001 fekk hann viðurkenning fyri sítt stóra mentanarliga arbeiðið, tá ið hann fekk M.A. Jacobsens virðisløn fyri serligt mentanaravrik. Zacharias Hammer starvaðist eisini sum lærari, men slepti ongantíð sjónvarpsmiðlinum. Nú hann andaðist, hevði hann júst saman við fólki úr Kringvarpinum lagt seinastu hond á tríggjar sendingar um fiskiskap við línuskipum undir Føroyum og á Flemish Cap. Hesar sendingarnar verða sendar í heyst. Tað eru Landsverk og Tjóðsavnið, sum hava gjørt ætlanina um at gera eina 250 metrar langa bakkaverju í Kirkjubø. Fyrsta stigið er at umvæla og styrkja verjugarðin fram við bakkanum út til Líkhús. Í dag verður Ólavskirkjan bara vard av einum verjumúri frá 1874. Ætlanin er mett til at kosta 2,5 milliónir krónur. Í ár er ein millión krónur játtað til arbeiðið, sum tí ikki verður liðugt í ár. Eisini skal gerast ein nýggjur og breiðari verjumúrur framman fyri Ólavskirkjuna, og eisini skal vegurin niðan fyri Kirkjubømúrin tryggjast við størri verjugróti. Seinastu dagarnar hava ferðaskrivstovur í Danmark bjóðað sínum kundum, sum høvdu keypt charterferð suðureftir í summar, ein túr til Føroya ístaðin. Og áhugin er stórur, siga ferðaskrivstovurnar. Av teimum 1.839 fólkunum, sum framvegis eru í serskipanini, eru 500 úr ferðavinnuni, og 400 úr fiskivinnuni. Hini eru úr at kalla øllum vinnugreinum. Stjórin í ALS væntar ikki, at øll, sum eru í serskipanini í dag, flyta yvir í vanligu arbeiðsloysisskipanina. Fleiri teirra sleppa eftir øllum at døma aftur í arbeiði í næstum. Sjálvt um landsstýrismaðurin vil hava skipanina úr gildi um mánaðarskiftið, so vilja Christian Andreasen, sum er formaður í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum, og onnur tingfólk í samgonguni hinvegin hava skipanina at halda fram eina tíð afturat. Men tá ið serskipanin fer úr gildi, fer arbeiðsloysið helst eisini upp. Og hetta ávirkar atgongdina hjá fyritøkum til útlendska arbeiðsmegi. Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum, stúrir fyri, at Føroyar fara at innflyta arbeiðsmegi, samstundis sum nógvir føroyingar eru arbeiðsleysir. Black Lives Matter eisini í Føroyum kallaðist mótimælistiltakið í Havn sunnudagin, sum hevði til endamál bæði at varpa ljós á órættvísi, sum litt fólk í USA er fyri, men sanniliga eisini at venda sjóneykuna á okkum sjálvi. Bjarni Árting Rubeksen, myndamaður, Ása Hammershaimb Christiansen, reportari, og Gilli Brend í Hoyvík, myndamaður, vóru til staðar og skjalfestu hendingina í myndum, ljóði og samrøðum. Uni Leitisstein Hansen setti alt saman. Í øðrum parti sigla AWI bátarnir inn í Norðaruhavn í Ravnsoynni. Ein av manningini, Kári Højgaard úr Runavík, var útróðrarmaður har í 1969, sum var seinasta árið, føroyingar róðu út úr Ravnsoynni. Kári minnist gamlar dagar og vitjar fleiri útróðrarskúrar, ið enn standa uppi. Leiðin gongur síðani norður í Føroyingahavnina. Har ber ikki til at leggja at, tí ongin er at taka ímóti endanum. AWI Boats í Runavík hevur smíðað og selt fleiri glastrevjubátar til Grønlands. Bátarnir eru fluttir við farmaskipi, men á sumri 1998 silgdu tríggir bátar vestur um hav til Norðurgrønlands. Tveir fóru til Upernavík og ein til Uummannak. Fleiri eldri sjómenn hildu hetta vera óðamannaverk Ikki var gamansleikur at koma um Kappan í vánaligum líkindum við so smáum førum, men 20. juni 1998 fóru bátarnir av Runavík, mannaðir við tilsamans sjey monnum. Formansskapurin hjá løgtinginum hevur eisini fund seinnapartin í dag. Formansskapurin skal millum annað tosa um, hvussu tingfundurin ólavsøkudag skal skipast. Endamálið við kunngerðini er at áseta reglur um, hvussu almennir myndugleikar og stovnar lata Tjóðskjalasavninum talgildar skjalasavnsútgávur. Leisturin, sum Tjóðskjalasavnið ætlar at brúka, er mentur á Ríkisskjalasavninum í Danmark. Smáar tillagingar eru gjørdar til føroysk viðurskifti. Tað var stjórnin við Mette Frederiksen, forsætisráðharra, á odda, ið einsamøll tók avgerðina um steingja partar av danska samfelagnum tá koronafarsóttin tók seg upp. Tað staðfesti forsætisráðharrin, tá hon í gjár var kallað í samráð í Fólkatinginum um avgerðina, at steingja partar av danska samfelagnum. Vit fáa ráðgeving og tilmælir um, hvussu tamarhald kann fáast á støðuni. Men avgerðin um, hvussu og hvussu nógv skal steingjast er ein politisk avgerð, segði Mette Frederiksen, sambært Ritzau. Heldur Fólkatingið veruliga, at nakað skrivligt grundarlag var Um vit skuldu havt eitt skrivligt grundarlag, so høvdu vit verið ov sein. Vit tóku avgerðina ein dag, har eg møtti til arbeiðis í Statsministeriinum óvitandi um, at eg skuldi taka avgerðina, segði hon og legði aftrat. Tað tekur langa tíð at gera eitt skrivligt grundarlag. Eitt skrivligt grundarlag finst ikki, tí tað var tað ikki tíð til, segði forsætisráðharrin. Hóast talan var um eina politiska avgerð, so ráðførdi stjórnin seg við fleiri stovnar. Teirra millum Ríkisløgregluna, Statens Serum Institut og NOST, Den nationale operative stab. COVID 19 stuðulin úr landskassanum eftir hjálparpakka tvey er nú farin upp um tríggjar milliónir krónur. Á middegi í gjár hevði TAKS avgreitt 67 umsóknir. Stuðulin var tríggjar milliónir og 172.000 krónur. Flestu fyritøkurnar, 55 av teimum 67, siga seg hava mist millum 60 og 100 prosent av umsetninginum. Fyritøkurnar fáa stuðul til fastar útreiðslur, so sum húsaleigu, el, hita, rentur, trygging og fjarskifti. Tað var Stig Engstr m, ið skjeyt svenska forsætisráðharran, Olof Palme, fríggjakvøldið 28. februar í 1986. Tað upplýsti svenska løgreglan á tíðindafundi í morgun. Av tí at hann er deyður, ber ikki til at ákæra hann, segði høvuðsákærin, Krister Petterson, ið hevur staðið á odda fyri kanningararbeiðinum tey síðstu trý árini. Løgreglan er nú komin so langt, sum til ber at koma í málinum, søgdu høvuðsákærin, Krister Petterson, og kanningarleiðarin, Hans Melander, á tíðindafundinum. Kanningararbeiðið steðgar tí nú. Stig Engstr m, sum løgreglan illteinkir fyri Olof Palme morðið, starvaðist í sonevnda Skandia bygninginum, sum var nærhendis Sveav gen, har Palme varð myrdur. Løgreglan sigur seg hava prógv fyri, at Engstrøm fór frá arbeiði stutt fyri, at Olof Palme varð myrdur, men tað er tó óvist, hvønn veg, hann gekk, tá hann fór frá arbeiðinum. Eitt vitni sigur seg hava sæð Engstrøm tað kvøldið, Palme varð myrdur. Sjálvur tvíhelt Engstrøm uppá, at hann ongantíð fór burtur frá arbeiðinum tað kvøldið. Kúlur, sum vórðu funnar á staðnum, har Olof Palme varð dripin, eru kannaðar væl og virðiliga, millum annað hjá FBI í USA, men morðvápnið er ongantíð funnið. Drápsmálið er umfatandi. Tilsamans 10.000 fólk eru avhoyrd í málinum nøkur teirra fleiri ferðir , og tilsamans 90.000 nøvn eru nevnd í øllum skjølunum hjá løgregluni. Tað hava verið nógv boð uppá, hvør framdi illgerðina, tey 34 árini sum liðin eru, síðani Olof Palme varð myrdur, og kona hansara, Lisbeth Palme, varð særd. Nú er líkt til, at punktum loksins er sett. Heðin Mortensen spurdi, hví túrarnir tilkalling klokkan sjey um morgunin, klokkan eitt korter til seks um kvøldið og leygardag klokkan fimm seinnapart eru tiknir úr ferðaætlanini hjá Strandfaraskipum landsins millum Gomlurætt og Hest. Jørgen Niclasen svarar, at hann hevur fingið at vita frá Strandferðsluni, at ferðafólkatalið var 0,2 í miðal túrin hjá Spógvanum á morgni klokkan sjey, tá hann varð settur í fasta sigling. Endamálið við kunngerðini er at áseta reglur um, hvussu almennir myndugleikar og stovnar lata Tjóðskjalasavninum talgildar skjalasavnsútgávur. At fleiri lond gjørdu av at steingja markið, tá koronafarsóttin byrjaði, bjargaði fleiri milliónum mannalívum, vísir nýggj kanning. Bretskir granskarar við Imperial College í London siga seg hava staðfest, at avgerðin hjá 11 evropeiskum londum at steingja markið, bjargaði 3,1 milliónum mannalívum, skrivar Washington Post. Granskararnir ávara ímóti, at higartil hava bert 3 4 prosent av fólkinum í kannaðu londunum fingið sjúkuna, og teir gera greitt, at virusið framvegis er líka vandamikið, sum tað hevur verið. Vit eru bert í byrjanini av farsóttini, skrivar læknin og granskingarleiðarin, Samir Bhatt, í einum telduposti til washington Post. Í eini aðrari gransking, vísa amerikanskir granskarar á, at avgerðin um at steingja markið, forðaði fyri, at 60 milliónir fólk færri vórðu smittað í USA, og at 285 milliónir færri fólk vórðu smittað í Kina. Vóru eingi tiltøk sett í verk, høvdu apríl og mai mánaður verið nógv øðrvísi, sigur amerikanski granskingarleiðarin, Salomon Hsiang, við Washington Post. At lond stongdu markið, hevur nakrar búskaparligar og sosialar avleiðingar við sær, og tí er framvegis neyðugt at avbyrgja og spora fólk, sum hava covid 19 smittuna, sigur granskarin, Jennifer Nuzzo, við blaðið. Á eini ráðstevnu, sum var á neitinum, umrøddi Solomon Hsiang avleiðingarnar hjá londunum av at steingja markið. Um tað var vert ella ikki, mugu londini sjálvi gera sína niðurstøðu um, segði hann. Tað var á eini skúlaútferð á donsku oynni Fur, at ein næmingur fann ein stein, sum hevur sín uppruna úr gosfjallinum, sum gjørdi Føroyar. Steinurin, sum varð funnin, hevur ferðast 1200 kilometrar til Fur fyri 55 milliónum árum síðani. Lis Mortensen, jarðfrøðingur, sigur, at talan allarhelst er um ein pimpstein. Í Føroyum verður hann eisini nevndur viksteinur. Ein pimpsteinur er so mikið lættur, at hann kann flóta omaná vatni. Frágreiðingin um trygdarpolitikk í Arktis, sum danska uttanríkisráðið hevur bílagt, fær misjavna undirtøku frá limum í Uttanlandsnevndini hjá Løgtinginum. Jaspur Langgaard í Sambandsflokkinum sigur, at frágreiðingin er eitt hent amboð at vita, hvussu vit fáa sum mest burturúr í Arktis. Bolero í mai hevur 3 tema undir høvuðsyvirskriftini Fagnaður vit lurta eftir tónlist, ið er skrivað undir ella er tengd at II Verðaldarbardaga, nú 75 ár eru liðin síðani kríggið varð av, 2020 er Beethoven fagnaðarár nú 250 ár eru liðin síðani hann varð borin í heim, og tað er Páll Sólstein, ið velur yndisverk eftir Beethoven, og at enda fagna vit várinum. Mánadagin 15. juni verður latið upp fyri ferðafólki úr Danmark, Grønlandi, Íslandi, Noregi og Týsklandi. Ferðing úr øðrum pørtum av heiminum er enn avmarkað til føroyingar, sum koma heim, og fólk, ið hava arbeiðsørindi í Føroyum. Landsstýrið mælir føroyingum til fyribils ikki at ferðast í onnur lond enn tey fimm londini, ið latið verður upp fyri tann 15. juni. Ferðafólk, sum koma úr Danmark, Grønlandi, Íslandi, Noregi og Týsklandi, skulu vísa váttan um negativa COVID 19 kanning, sum ikki er eldri enn fimm dagar. Kravt verður ikki, at fólk, búsett í Føroyum, skulu vísa váttan, tá ið tey koma aftur til landið. Tað er sera umráðandi, at øll ferðandi til Føroya vísa varsemi á ferðini, og at tey ferðandi, sum nýliga eru komin til landið, eru serliga ansin og fylgja almennu tilmælunum, sigur løgmansskrivstovan í tíðindaskrivi. Kravið um sóttarhald verður sett úr gildi fyri ferðandi úr Danmark, Grønlandi, Íslandi, Noregi og Týsklandi. Kemur tú úr øðrum londum enn hesum, verður tó framvegis staðiliga mælt til, at tú fert í sóttarhald í 14 dagar. Tað er sera týdningarmikið, at øll, sum hava verið uttanlands, lata seg kanna beinanvegin, um illgruni er um smittu, sigur landsstýrið. Landsstýrið ætlar at gera tað lættari hjá hvørjum einstøkum at lata seg kanna. Tí verður í løtuni arbeitt við at skipa ein kanningardepil afturat. Landsstýrið sigur, at tað er sera týdningarmikið, at ein verjugarður verður gjørdur um okkara sjúku, eldru og veiku borgarar, tá ið ræður um COVID 19. Heilsuverkið og ávís eldraøki í landinum hava sum er skipanir, har starvsfólkini lættari kunnu lata seg kanna. Arbeitt verður við at víðka hesa skipan til aðrar viðkomandi starvsbólkar, ið eru um sjúk, eldri og veik. Umleið 100 útisiglarar koma til Føroya um vikuna. Ein serstøk skipan fyri útisiglarar verður nú sett í verk. Aðalmálið við skipanini er at gera tað lættari hjá útisiglararum at lata seg kanna fyri COVID 19, tá ið teir eru í Føroyum. Við nýggju skipanini slepst undan sóttarhaldinum. Landsstýrið fylgir støðugt gongdini, og er neyðugt at endurskoða galdandi skipanir, verður hetta gjørt, sigur løgmansskrivstovan í tíðindaskrivinum.Vit eiga at krevja, at Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, góðkennir sáttmálan millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið, ongantíð ov skjót Kommunala arbeiðsgevarafelagið boðaði í gjár frá, at Jørgen Niclasen fær eina viku at endurskoða avgerðina og góðkenna sáttmálan millum KAF og Starvsmannafelagið. Annars verður farið víðari við málinum. Bygnaðarbroytingar hava við sær, at 10 milliónir krónur verða fluttar frá umsitng til sjónligt kjarnuvirksemi hjá stovninum, og avleiðingin er, at starvsfólkahópurin minkar við 12 fólkum. Av hesum verða átta fólk søgd úr starvi. Í fjørsummar bað landsstýrismaðurin í samferðslumálum um at fáa lýst og mett um virksemið hjá Landsverki. Partur av arbeiðssetninginum var at endurhugsa tilverugrundarlagi hjá stovninum. Leiðslan ásannar í frágreiðingini, at arbeiðið hevur ikki verið gjørt til fulnar í nøkrum av teimum stóru verkætlanunum, sum Landsverk hevur havt um hendi. Høvuðsátøkini, sum nú verða sett í verk, fevna um rasjonaliseringar og sparingar, at bøta um leiðsluna av stórum verkætlanum og at umraðfesta og skifta fokus á Landsverki. Seinastu árini hevur verið ein øvut gongd, har lønarparturin er hækkaður, meðan minni er brúkt til landsvegakervið og viðlíkahald, sum er ein kjarnuuppgáva hjá Landsverki. Vit hava í dag tikið fleiri torførar, men neyðugar avgerðir. Tað er okkara skylda at tryggja, at borgarans peningur verður nýttur so skynsamt sum gjørligt, og at so nógv sum møguligt verður nýtt at kjarnuvirkseminum hjá Landsverki, sigur Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landverki, í tíðindaskrivinum. Hesar raðfestingarnar hava við sær, at Landsverk eftir 10 árum kann brúka 100 milliónir krónur meira upp á landsvegakervið og bygningar við somu játtan. Tað fer borgarin at merkja, sigur Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landverki. Tú velur tær eina brekku og súkklar hana umaftur og umaftur, til tú hevur súkklað 8848 sokallaðar hæddarmetrar. Einasta krav er, at teinurin skal súkklast í einum. Tað ljóðar einfalt, og er tað helst eisini, men lætt er tað ikki. Skjótasti danin brúkti nevniliga 17 tímar og átta minuttir upp á at súkkla teinin. Ætlar at taka danska metið Jákup Petur Eliassen fer nú at royna at útinna bragdið. Hann hevur valt sær brekkuna úr Krákugjógv niðan á Húsareyn. Brekkan er tríggjar kilometrar long og gevur 211 hæddarmetrar. Tað vil siga, at hon skal súkklast ikki minni enn 42 ferðir. Samlaði teinurin verður umleið 250 kilometrar. Og hann vónar, at taka danska metið. Tað hevði verið stuttligt, um eg kláraði at gera tað skjótari, skrivar hann á sínum Facebook vanga. Ov hart Ov vilt Jákup Petur Eliassen, sum umboðaði Føroyar í súkkling á Oyggjaleikunum á Gibraltar síðsta summar, er greiður yvir, at avbjóðingin er ovurstór. Eg eri ikki klárur til hetta. Hetta er alt ov stórt, ov hart, ov vilt, skrivar hann. Men bíða nú. Eg eri nervøsur, eyðmjúkur um uppgávuna, og um eg skal vera heilt erligur, eitt sindur bangin. Men tað er akkurát tað, sum ger tað feitt. Eg veit ikki, um eg klári tað, men eg skal. Dagurin, tá teinurin skal súkklast, er ikki fastsettur enn, men miðjað verður ímóti viku 30. Tað sigur Fíggjarnevndin hjá løgtinginum, sum hevur sent Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, nakrar spurningar um uppskotið um serskatt, tá vinningur fæst fyri at selja veiðirættindi. Jørgen Niclasen svarar, at endalig avhending eru allar avhendingar av rættindum eftir lógini um sjófeingi, uttan avhendingar fyri eitt ár í senn. Fíggjarmálaráðið dugir ikki at síggja, at henda lógin í sær sjálvum ger, at serligur vandi er fyri virkistøming, soleiðis at skilja, at eingin peningur er eftir í felagnum at gjalda skattin. Samgongan er ósamd um fleiri mál í løtuni saman við Jóannesi Eidesgaard, Bjarna Djurholm og Svein Tróndarsyni verður politiska støðan greinað. Hvat ber frágreiðingin í sær, og ber tað til at hava eina felags ætlan fyri ríkisfelagsskapin, tá tey trý londini hava ymisk áhugamál Í Lillesand eru urtagarðsfólkini Trina og Knút í ferð við at gera sær eitt nýtt beð og fyrireika til árstíðina. Trina lærir Heidi at gera ein hurðakrans, og Steinar, sum er gartnari droymir um eitt bláregn. Tað sigur Sigurd L. Lamhauge, stjóri í Landsverki, sum í dag hevur latið landsstýrismanninum í samferðslumálum eina frágreiðing um bygnaðarbroytingar á stovninum. Broytingarnar hava við sær, at átta fólk verða søgd úr starvi, men Sigurd L. Lamhauge leggur dent á, uppsagnirnar hava einki samband við byggimálini, sum Landsverk hevur varðað av seinastu árini. Tólv dystir og einki mál. Tað er soltni veruleikin, nú samstarvið millum Tvøroyrar Bóltfelag og Ken Fagerberg er slitið. Sterki sviin kom til 07 Vestur í 2017 og spældi 60 dystir í hvítum í bestu og næstbestu deildini. Hann skeyt 12 mál fyri 07 Vestur. Hann skifti til TB miðskeiðis farna kappingarár, men nú er hann fortíð á Betri liðnum hjá teimum svørtu og hvítu. Felagið ynskir Ken Fagerberg alt tað besta, skrivar TB.fo. Í skrivi, sent miðlunum, sigur felagið, at kommunurnar mótmæla avgerðini hjá Fíggjarmálaráðnum um ikki at góðkenna sáttmálan, sum Kommunala arbeiðsgevarafelagið gjørdi við Starvsmannafelagið 2. juni. Jørgen Niclasen hevur millum annað víst á, at hann, áðrenn skrivað varð undir sáttmálan, hevði heitt á partarnar um at vísa hógv. Men landsstýrismaðurin hevur ikki heimild at geva slík boð, vil Kommunufelagið vera við. Hetta at misnýta tað valdið, sum lógin hevur givið tær til at fremja eitt heilt annað endamál enn tað, sum lógin er um, eitur á lógarmáli valdsreingjan, og er altíð eitt álvarsligt fyrisitingarligt brot, sigur Kommunufelagið í skrivi. Eitt uppskot um broyting í løgtingslógini um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi er í dag komið í Løgtingið, har Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður við vinnumálum, skjýtur upp at skoyta soljóðandi orðing upp í lógina Fyri at forða fyri smittuspjaðing, kann landsstýrismaðurin fyribils og í avmarkað tíðarskeið avmarka vanligu upplatingartíðirnar og afturlatingartíðirnar, eins og landsstýrismaðurin kann áseta mest loyvda tal av gestum. Við øðrum orðum vil landsstýrismaðurin hava eina lógarheimild til at gera av, hvussu leingi til dømis skeinkistøð kunnu hava opið. Løgtingsumsitingin hevur nevniliga gjørt vart við, at ætlanin við hesum lógaruppskotinum er at fremja broytingar og harvið áseta reglur, sum nátúrliga vildu verið reguleraðar í Epidemilógini, sum er danskt málsøki. Tað er tí rættiliga ivasamt, um Løgtingið hevur lóggávuheimild á økinum. Um hetta lógaruppskotið verður samtykt, kann spurningur setast við, um Løgtingið í roynd og veru hevur framt eina lutvísa yvirtøku av økinum Heilsumál , ella um Løgtingið ger seg inn á lóggávuheimildina hjá donskum myndugleikum , sigur Løgtingsumsitingin í skrivi til Umhvørvis og vinnumálaráðið. Uppskotið frá Vinnumálaráðnum hevur ongar ásetingar um revsing, men víst verður til grein 23, stk. 2 nr. 2 í matstovulógini, har tað stendur, at við sekt ella fongsli upp í 4 mánaðir verður revsaður tann, sum ikki lýðir boð ella forboð, givin eftir løgtingslógini ella eftir reglum, givnar við heimild í løgtingslógini. Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum, eigur tvey av uppskotunum. Annað er um at eftirgeva Framtak 30 milliónir krónur í láni, so at Framtak kann veita lán til ferðavinnufyritøkur. Hitt er eitt uppskot um stuðul til ferðavinnufyritøkur fyri fastar útreiðslur í sambandi við COVID 19. Uppskotið fevnir um ferðavinnufyritøkur, sum í tíðarskeiðinum 12. mars 2020 til og við 30. juni 2020 hava havt eina afturgongd í umsetninginum upp á í minsta lagi 40 prosent Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, skjýtur upp at tryggja sjálvstøðug vinnurekandi, ið eru fólkapensjonistar, so tey ikki vera fyri brádligum inntøkumissi vegna koronu Og Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, hevur lagt fram uppskot um at veita stuðul til listafólk, tónleikafestivalar og almannagagnligar felagsskapir í samband við COVID 19. Áland ella Álandsoyggjarnar eru miðskeiðis millum Svøríki, Finnland og Baltisku londini, og við ferju tekur tað umleið tveir tímar at sigla frá Stokkholm til álendska høvuðsstaðin Mariehamn, ið er ein sera vakur býur. Umleið 30.000 fólk búgva í Álandi, sum hevur egið flagg, hoyrir til Finnland, meðan almenna málið er svenskt. Nógv ferðafólk vitja í Álandi, sum eisini hevur ein týðandi landbúna, umframt eitt vinnulív, ið telur eitt nú sigling og fiskivinnu. Álendskur sjálvstýrisdagur er hin 9. juni, og í hesum sambandi tosa vit við Maiken Poulsen Englund, sum hevur búð í Álandi síðani fyrrapartin í tveytúsund og nullunum, og Mikkjal Helmsdal, ið var stjóri á Nordens Institut p land frá 1997 til 2001. í sendingina umrøða vit eitt nú í hvønn mun tey mongu kríggini, sum hava rakt Áland, hava ávirkað álendsku fólkasálina. Tosað verður um ríkisrættarligu støðuna, vinnulívið, um arkitektur og fornminni, eins og mentanarlig fyribrigdi sum leiklist, matmentan og bókmentir. Tú kanst hoyra sendingina um Áland her Dagny Joensen tosar við Lenu Bærentsen, sum er 85 ára gomul, tá upptøkan varð gjørd. Lena hevur arbeitt fisk, síðani hon var um 20 ára gomul. Tá hon fylti 80 fór hon niður í hálva tíð á flakavirkinum á Tvøroyri, har hon hevur arbeitt síðan stovnanina fyri 15 árum síðani. Lena Bærentsen er ættað úr Fuglafirði. Hon var bert 17 ára gomul, tá hon fór til Tvøroyrar at arbeiða á sjúkrahúsinum. Hon giftist við Palla Bærentsen á Tvøroyri og búsettist har. Upptøka og sett saman Bjarni Rubeksen og Jógvan Páll Johannesen. Lagt til rættis Dagny Joensen. Samgongan er ósamd um fleiri mál í løtuni saman við Jóannesi Eidesgaard, Bjarna Djurholm og Sveini Tróndarsyni verður politiska støðan greinað. Hvat ber frágreiðingin í sær, og ber tað til at hava eina felags ætlan fyri ríkisfelagsskapin, tá tey trý londini hava ymisk áhugamál Luttakarar Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður, Bjarni Djurholm, fyrrverandi landsstýrismaður, Sveinur Tróndarson, blaðstjóri, Jenis av Rana, landsstýrismaður, Sjúrður Skaale, fólkatingslimur. Avgerðin um at kassar bankans hava opið sum minst hevur verið ávegis í nøkur ár, men tíðarskeiðið við koronasmittuni hevur skumpað undir tilgongdina, sigur Turið Finnbogadóttir Arge, rakstrarstjóri í BankNordik. Turið Finnbogadóttir Arge, rakstrarstjóri í BankNordik, heldur ikki, at avgerðin er ein niðurgongd í tænastuni, sum bankin veitir sínum viðskiftafólkum. Samrøða við tá 68 ára gomlu, Hjørdis Klein, ættað úr Gjógv. Tá ið hon var 12 ára gomul, doyði mamma hennara frá einum stórum barnaflokki. Og hon var bara 23 ára gomul, tá hon fór til Klaksvíkar at arbeiða sum fyristøðukvinna á Telefonstøðini. Av tí at Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur gjørt koronukanningarnar í Føroyum hava sjúkrahúsini, og tað er landskassin, spart 12 milliónir krónur. Kanningarnar hjá Heilsufrøðiligu starvsstovu kosta 250 krónur hvør. Statens Serum Institut tekur 1.545 krónur fyri somu kanning, og so kemur flutningskostnaðurin afturat. Heilsufrøðiliga starvsstovan er við í uppskotinum um eykajáttan, tí ein vaktarskipan í sambandi við koronukanningarnar kostar 60.000 krónur. Eingi eftirlit eru gjørd í alivinnuni í minsta lagi í ein mánað, tí fólkini hjá Heilsufrøðiligu starvsstovu hava arbeitt heima. Inntøkumissurin er 1,45 milliónir krónur. Og færri heilsuváttanir til útflutning til Kina og Russlands hava kostað 250.000 krónur í mistum inntøkum higartil í ár. Men onkrar sparingar hava eisini verið, so biðið verður um 370.000 krónur í eykajáttan til minni inntøkur. Men nú er neyðugt at rudda aftur, og biðið verður um 2,5 milliónir krónur til ta ruddingina í uppskotinum um eykajáttan, sum kom í tingið í gjár. Tað stendur í frágreiðingini Landsverk avbjóðingar og átøk , sum Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki, gav Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, í gjár. Í frágreiðingini verður mælt til, at almennir stovnar og ráð í framtíðini gjalda eina lítla húsaleigu fyri tær ognir, sum landið eigur, til viðlíkahald. Mett verður, at 185 krónur fyri fermeturin um árið í húsaleigu høvdu givið 46 milliónir krónur. 46 milliónir krónur eru nóg mikið fyri at sleppa undan virðisminking og viðlíkahaldseftirsleipi. Tá Sigurd L. Lamhauge varð settur í starvið sum stjóri á Landsverki á heysti í fjør, varð hann biðin um at lýsa og meta um virksemið hjá Landsverki og, um neyðugt, endurhugsa tilverugrundarlagið hjá stovninum. Hetta er ein sangur, sum snýr seg um, at vit skulu fáa tað besta burtur úr summarinum, líkamikið hvussu veðrið annars er, sigur kórleiðarin. Tá koronusóttin byrjaði, bað leiðslan á Vørn manningina á Brimli verða verandi umborð eitt vaktarskeið afturat, í ein mánað tilsamans. Men í uppskotinum um eykajáttan, sum kom í løgtingið í gjár, eru tríggjar milliónir krónur til at gera verkætlanina klára at bjóða út. Ein ráðgevi skal gera tað, sum eftir er av verkætlanini, ella projektera rest, sum tað stendur í lógaruppskotinum, gera tekningar og rokna nøgdir. Hetta tekur hálvt ár gera, stendur í uppskotinum um eykajáttan. Ole Ivars, kongurin á tjaldstaðnum. Í 25 ár hevur P dansefot við Erik Forfod givið dansigleði í útvarpi. Hetta varð hátíðarhildið í summar saman við Ole Ivars á Storsand G rd Camping uttan fyri Trondheim. Í morgin skuldi Maskinmeistarafelagið á fund við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, um nýggjan sáttmála, men Kommunala arbeiðsgevarafelagið hevur biðið um at fáa fundin útsettan. Tað var ein tíð, har tað bleiv roynt at fáa føroysk orð fyri alt. Men tað fór kanska eitt sindur langt yvir í ta veitina, soleiðis at fólk fóru at venda sær í móti tí. Av tí sama eru fremmandaorð næstan lúkað burtur úr skúlabókunum, og tað hevur við sær, at børn í dag síggja næstan ikki fremmandaorð í skúlanum ella í sínum lærubókum. Og tað kann vera óheppið, heldur Elin Henriksen, sum vísir á, at í skúlanum møta tey bara føroysku orðunum. Vansin er, at tey kenna bara fremmandaorðini gjøgnum oyrað ella ígjøgnum tað enska, og tey fáa harvið ikki føroyska framburðin av hesum fremmandaorðunum, sum vit altíð hava brúkt á føroyskum. Tey fáa bara enska framburðin, tí tey síggja fremmandaorðini allastaðni á netinum, í filmum, í tónleiki og aðrastaðni. Tey hoyra sostatt hesi fremmandaorðini í langa tíð, langt áðrenn tey yvirhøvur síggja tey upp á skrift, greiðir Elin Henriksen frá. Fer at raka skriftmálið Elin Henriksen greiðir frá, at tá fremmandaorðini koma inn í føroyskt úr latíni umvegis týskt og onnur mál í Evropa, eru tey løtt at tillaga til føroyskt, men tá tey koma úr enskum, hendir tillagingin ikki líka lætt. Og tað fer at ganga út yvir skriftmálið, tí enska ljóðskipanin er heilt øðrvísi enn føroyska ljóðskipanin, óttast Elin Henriksen fyri. Vit fáa ikki tikið enska framburðin av orðinum inn í føroyskt uttan at gera okkum inn á meginregluna um, at tá vit fáa fremmandaorðini inn, varðveita vit orðmyndina, men ljóðini eru tey somu. Tí um vit blíva við at siga rileysjon , so mugu vit siga, at bókstavurin, a, eisini kann eita ey á føroyskum eins og á enskum. Og tað fer ikki at gera tað lættari hjá okkum. Og velja vit at stava orðið, rileysjon , so kenna vit tað ikki aftur á skrift samanborið við á skrift á øðrum málum. Tað verður næstan ógjørligt hjá okkum at hava nakað skil á málinum, um vit fara at stava fremmandaorð við enskari ljóðskipan, sigur Elin Henriksen og staðfestir, at støða má takast til, hvat vit vilja við fremmandaorðum, sum koma inn í føroyskt. Tað fer, sambært henni, at krevja gransking, og tí má politiski myndugleikin seta pengar av til slíka gransking, so vit fáa tikið eina støðu sum skjótast. Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, eftir at Kommunala arbeiðsgevarafelagið sigur seg ikki kunna góðtaka, at Fíggjarmálaráðið noktaði at góðtaka sáttmálan, sum Kommunala arbeiðsgevarafelagið gjørdi við Starvsmannafelagið í farnu viku. Hann ikki vil gera viðmerkingar til skrivið frá Kommunala arbeiðsgevarafelagnum, fyrr enn Fíggjarmálaráðið er liðugt at viðgera tað. Í vetur eru sæddir fleiri úlvar enn frammanundan í Finnlandi. Hvussu er at búgva har, sum úlvaflokkar halda til um næturnar Er úlvurin vandamikil, ella eiga fólk bara at læra seg at liva við honum Uppskotið er um at seta í verk bráðfeingisskipanir at hjálpa tónleikafestivalum, listafólkum og almannagagnligum felagsskapum, sum frá 12. mars til 31. august hava avlýst ella útsett tiltøk. Sambært uppskotinum hava 44 listafólk fingið lønarískoyti frá Als. Tey hava fingið 82,5 prosent í miðal í løn úr skipanini, so umroknað er talan um 36 fólk í fulltíðarstarvi. Bárður Kass Nielsen, stjóri í handlinum, sigur, at tey hava nú fingið ein eykakostnað, og tað er óheppið, at tænastur, sum vanliga hoyra til fíggjargeiran, nú verða fluttar yvir á handilslívið. Vit tosa eisini við stjóran á einari av størstu byggifyritøkunum í landinum, sum heldur, at Landsverk eigur at gerast ein sterkur vitanar og granskingarstovnur í føroyska samfelagnum. Í Horten í Noregi er ein serligur urtagarður við plássi at hvíla á hvørjum horni. Eigarin Maria hevur gjørt hesi plássini, so hon kann brúka og njóta urtagarðin, uttan mun til, hvussu hon er fyri. Steinar klippir tomatplantur, kokkurin Dag súltar grønar tomatir, meðan Stina ger eitt yndisligt blómuborð. Landskassin hevur í dag goldið eitt lán aftur, samstundis sum hann hevur tikið ein nýtt lán. Lánið, sum er goldið aftur, er eina milliard og 345 milliónir krónur, upplýsir Landsbankin. Upprunaliga var lánið, sum varð tikið í juni í 2015, eina milliard og 45 milliónir krónur. Men tað varð hækkað við 300 milliónum krónum í fjør. Tær 300 milliónirnar vóru saman við tøka gjaldførinum upp á 800 milliónir krónur brúktar til at gjalda 1,1 milliard krónur aftur í juni í fjør. Tá minkaði landskassaskuldin 800 milliónir. Fyrst í hesum mánaðinum seldi landskassin lánsbrøv fyri tvær milliardir og 945 milliónir krónur. Av hesari upphæddini eru ein milliard og 345 milliónir krónur brúktar at gjalda lánið aftur. Restin, tað er 1,6 milliardir krónur, verður brúkt til at fíggja væntandi hall á fíggjarlógini í ár og næsta ár, tí koronusjúkan hevur við sær, at útreiðslurnar hjá landskassanum hækka og inntøkurnar minka. Lánsbrævaskuldin hjá landskassanum er sostatt vaksin úr 3,7 milliardum krónum upp í 5,3 milliardir krónur. Lánsbrævaskuldin svarar til umleið 25 prosent av BTÚ. Men landskassin eigur 4,5 milliardir í tøkum peningi, so nettoskuldin er 800 milliónir krónur. Tað svarar til umleið fýra prosent av BTÚ. Tú velur tær eina brekku og súkklar hana umaftur og umaftur, til tú hevur súkklað 8848 sokallaðar hæddarmetrar. Einasta krav er, at teinurin skal súkklast í einum uttan at sova. Tað ljóðar einfalt, og er tað kanska eisini. Men lætt er tað ikki. Kortini er tað hetta, sum Jákup Petur Eliassen hevur sett sær fyri. Hetta við everesting er nakað, sum eg altíð havi droymt um, og kappingar og venjingarlegur hjá mær uttanlands vórðu allar avlýstar, so eg hugsaði, at tað hevði verið ræðuliga stuttligt, at roynt , sigur triatleturin. Okkara lívstílur er ov makligur Jákup Petur Eliassen fer nú at royna at útinna bragdið. Hann hevur valt sær brekkuna úr Krákugjógv niðan á Húsareyn. Brekkan er tríggjar kilometrar long og gevur 211 hæddarmetrar hvørja ferð. Tað vil siga, at hon skal súkklast ikki minni enn 42 ferðir. Samlaði teinurin verður umleið 250 kilometrar helvtin í harðari mótbrekku. Eg haldi, at okkara nýmótans lívsstílur er sera tryggur. Alt er heitt og fjálgt, tað eru eingir vandar og eingin pína av nøkrum slag. Tað er ov lítið áhugavert, sigur Jákup Petur Eliassen. Honum dámar at bjóða sær sjálvum av og kenna tað, sum ekstremítróttur hevur við sær. Tú elskar alt og øll eina løtu, men løtu seinni er alt øgiliga hart, og tú tekur synd í tær sjálvum og ynskir at liggja heima í songini. Upp og niður, tað er stuttligari, sigur triatleturin. Ætlar at taka danska metið Jákup Petur Eliassen er greiður yvir, at tað als ikki er vist, at hann klárar at súkkla teir 8848 hæddermetrarnar. Mótbrekkan er ikki yndisdisiplinin hann vigar smá 90 kilo men hann hevur góðar vónir kortini. Um eg klári helvtina við beinunum, má viljin bera meg ígjøgnum seinnu helvtina, sigur hann. Og hann hevur eisini gott eyga á danska metinum, sum er 17 tímar og 8 minuttir. Tað er kanska veruleikafjart, men tað hevði verið stuttligt, og eg ætli at royna at taka tað. Heilsutrygd hevur tørv á nærum 14 milliónum krónur aftrat í ár, um verandi virksemi skal halda fram. Og tí verður biðið um pengarnar á eykajáttanarlógini, sum er komin í løgtingið. Víst verður á, at játtanin í 2020 er lægri enn staðfestu útreiðslurnar í 2019, og framrokningar frá Heilsutrygd vísa, at útreiðslurnar verða 13,8 milliónir krónur størri enn játtanin í 2020. Í 2017 varð sett á stovn ein kommunulæknaviðtala í Eiðis læknadømi, ein í Skálafjarðar læknadømi í 2018, og ein nýggj byrjaði í Hoyvík í september í fjør. Heilsutrygd kann tískil ikki av sínum eintingum seta tiltøk í verk fyri at tálma útreiðslurnar, og tí er neyðugt við 13,8 milliónum krónur aftrat í ár, stendur í uppskotinum um eykajáttan. Tilboðið varð sett á stovn, eftir at nakrar ógvisligar hendingar í 2017 og 2018 høvdu við sær, at eitt álit varð skrivað um hesi ungfólkini, sum liva í kriminella og rúsevnisumhvørvinum í Føroyum. Nú tilboðið hevur verið til í eitt lítið ár, kann Magni Højgaard staðfesta, at ein av fleiri vaksandi trupulleikum fyri hetta umhvørvið er, at ungar kvinnur selja seg fyri pengar ella rúsevni. Vit tosa um eitt nú fyrsta countrysangin, ið festi seg í teirra minni, countrytónleik fyrr og nú, skaldskapin í countrysangunum, nýggi plátuna hjá Halli, ið verður hin sjeynda í røðini, og hvussu tað er at fáa vitjan av stórum countrystjørnum uttan úr heimi. T kanst hoyra sendingina her Í tíðindaskrivi verður greitt frá, at Mark the Messenger er ein EP, ið best kann lýsast sum ein alternativ og funkutt tulking av nýmótans popptónleiki. Tónleikarar í Mark The Messenger eru Rasmus Vigant Samuelsen, keyboard og sang Eyðun Ranason Nolsøe, guitar Bergur Fonsdal Johannesen, bass Tórður Dam Jacobsen, trummir Bankarnir krevja alsamt fleiri avgjøld og samstundis versnar tænastan, halda fólk. Vit viðgera leiklutin hjá bankunum í føroyska samfelagnum í sendingini í dag. Tólv fólk eru uppsøgd og Landsverk skal hugsast av nýggjum. Saman við Sigurdi Lamhauge, stjóra, hyggja vit at framtíðini hjá Landsverki í Føroyska samfelagnum. Vit tosa eisini við stjóran á einari av størstu byggifyritøkunum í landinum, sum heldur, at Landsverk eigur at gerast ein sterkur vitanar og granskingarstovnur. Luttakarar Magnus Gaard, Dávur Winther, Turið Finnbogadóttir Arge, rakstrarstjóri í BankNordik, Henrik Old, løgtingsmaður, Johan Dahl, løgtingsmaður, Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, Sigurd Lamhauge, stjóri á Landsverki, Steinolvur Petersen, stjóri í J og K Petersen. Orsøkin er ein sárbar lønarskipan hjá Strandferðsluni, sum Landsgrannskoðanin ávaraði um longu í 2013. Landsgrannskoðanin hevur í fleiri umførum gjørt vart við trupulleikan í sínum ársfrágreiðingunum. Í september 2019 gjørdist leiðslan á Strandferðsluni varug við, at manningin á Teistanum er vaktarsett munandi minni, enn tey skulu, við fullari løn. Manningin er eisini skrásett fyri 10.000 minustímar. Í dag eru tríggjar manningar umborð á Teistanum, men nú, leiðslan á Strandferðsluni er vorðin varug við mistakið, verður farið niður í tvær manningar. Tað kunnu Magni Højgaard og hini frá Megna títt lív staðfesta. Tey arbeiða við ungum, sum hava víðfevndar sálarligar ella sosialar trupulleikar, og álvarsligar trupulleikar av rúsdrekka og rúsevnamisnýtslu. Landsstýrið kom við nýggjum leiðreglum fyri ferðandi í gjár. Ein treyt er, at ferðafólk, sum koma úr Danmark, Grønlandi, Íslandi, Noregi og Týsklandi, skulu vísa váttan um negativa koronakanning, sum ikki er eldri enn fimm dagar, tá ið tey koma til Føroya. Pál Weihe, yvirlækni, ivast í, um tað er so einfalt hjá fólki at fáa fatur í slíkari einari váttan, ið ikki er eldri enn fimm dagar. Hann mælir heldur til at kanna fólk, tá ið tey koma til Føroya og aftur sætta dagin. Við upplatingini skulu vit eisini rokna við, at smittan kemur aftur til Føroya, og tí mugu verjugarðar gerast um okkara sjúku, eldru og veiku borgarar, ið eru millum tey sárbærastu í mun til koronasmittuna. Uppsetingin skal gerast saman við Fíggjarmálaráðnum. Og ríkisgóðkendur grannskoðari verður biðin um at gera leist fyri eina innanhýsis grannskoðan í Landsverki. Í apríl í ár arbeiddu 154 fólk hjá Landsverki. Átta fólk hava fingið ætlanarskriv um uppsøgn og fráfaringaravtalur verða gjørdar við fýra fólk, sum fara frá av nátúrligum ávum. Hesi 12 fólkini arbeiða øll í skrivstovuni í Havn. Landsverk umsitur 477 kilometrar av vegi, 17 vanligar tunlar og tveir undirsjóvartunlar, tvær byrgingar, tríggjar landshavnir og tíggju tyrlupallar. Í frágreiðingini Landsverk avbjóðingar og átøk stendur, at framleiðslan hjá stovninum er ikki nóg effektiv. Ov nógvar maskinur eru, og virksemið hevur ikki verið nóg væl skipað. Ætlanin er at brúka næstu fýra árini at optimera framleiðsluna við at minka munandi um amboðsparkina, sum fyri ein part er niðurslitin og ótíðarhóskandi. Ætlanin er framhaldandi at hava trý grótbrot, í Hundsáarbotni, Hústoft og í Porkeri. Men givist verður við at taka grót í Porkeri til asfalt, tí tað fæst nógv bíligari aðrastaðni. Profittmaksimering av framleiðsluni er endamálið, so støða kann takast til um fýra ár, um virksemið skal seljast, stendur í frágreiðingini. Gamla brúgvin um Sandá skal nú endurskapast. Tað samtykti Tórshavnar býráð á býráðsfundi í gjárkvøldið. Gamla brúgvin um Sandá varð tikin í nýtslu í 1925, og er lagað úr gróti. Brúgvin hevur ikki verið brúkt til ferðslu síðani nýggi vegurin úr Havn til Gomlurætt varð gjørdur. Í tí sambandi hevur Landsverk heitt á Tórshavnar kommunu um at yvirtaka brúnna aftur. Hetta hevur Tórshavnar kommuna játtað, tí kommunan heldur brúnna hava siðsøguligt virði fyri kommununa, og vísir eitt handverk, sum ikki er vanligt í dag. Tey bæði flogfeløgini, SAS og Norwegian, skylda kundum sínum næstan sjey milliardir krónur fyri flogferðir, ið vórðu avlýstar í mars, apríl og mai, skrivar tíðindastovan, NTB. Avlýstar ferðir í mars verða endurgoldnar í juni, meðan ætlaðar ferðir í apríl og mai verða endurgoldnar einaferð í heyst, skrivar norska Bergens Tidende, sambært Ritzau. SAS hevur í mars, apríl og mai selt ferðir kring allan knøttin fyri umleið 4,6 milliardir krónur, sum vórðu av ongum, og hjá Norwegian verður mett, at hetta talið er 1,5 2,5 milliardir krónur. Allir kundarnir hjá SAS fáa endurgoldið ferðirnar, hóast flogfelagið skyldar kundunum meira, enn flogfelagið eigur á bók, sigur kunningarleiðarin, John Eckhoff, við NTB. Hann vísir á, at SAS í Svøríki og Danmark hevur fingið meira enn tvær milliardir krónur frá tí almenna, og at arbeitt verður við at útvega meira pening til raksturin. Kunningarleiðarin hjá Norwegian, Andreas Hjørnholm, sigur við Bergens Tidende, at flogfelagið ikki vil upplýsa neyvt, hvussu nógv felagið skyldar kundum sínum. SAS og Norwegian skylda kundum í Noregi 2,1 milliard krónur fyri avlýstar ferðir, sambært greinini. Einki verður sagt um, hvussu nógv flogfeløgini skylda donskum kundum. Øktu krøvini um reingerð á stovnunum hjá Tórshavnar kommunu hava higartil kostað eina lítla millión krónur. Tórshavnar býráð samtykti á eyka býráðsfundi í gjárkvøldið at játta 839.000 krónur í ískoytisjáttan til dagstovnaøkið. Í samband við, at dagstovnar og frítíðarskúlar lótu uppaftur, fekk kommunan smittufyribyrgjandi vegleiðingar frá Koronuráðgevingini, sum høvdu við sær at virksemið á stovnunum mátti umskipast og tillagast samsvarandi vegleiðingunum. Tórshavnar kommuna sigur, at serliga síðani stovnarnir fóru at fyllast aftur, hava broyttu arbeiðsmannagongdirnar havt eyka trýst á arbeiðsorkuna á einstøku stovnunum í samband við reingerð. Kanska skulu fleiri pengar aftrat skulu játtast til reingerð, tí kommunan ásannar, at ískoytisjáttanin ikki leggur grundarlagið fyri játtan longur fram í tíðina. Heldur verður hetta tikið upp, so hvørt tørvur kann metast at vera á tí, sigur Tórshavnar kommuna. Tað stendur í broyttu lógini um lønarískoyti av koronasjúkuni, sum Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna, hevur lagt fyri løgtingið. Løgtingslógin um lønarískoyti er nú eisini galdandi fyri fólk á privata arbeiðsmarknaðinum, yvir 67 ár, sum privatur arbeiðsgevari hevur sent til hús av koronusjúkuni, og fyri sjálvstøðug vinnurekandi, sum ikki fáa rikið sítt virksemi til fulnar av teimum tiltøkum, sum eru sett í verk. Men tey verða mótroknað í aðrari inntøku, sum tey hava skyldu at upplýsa um, stendur eisini í uppskotinum. Lønarískoytið kann verða skert, um inntøkan fer upp um 17.000 krónur, um mánaðin. Fer inntøkan upp um 27.000 krónur, fellur alt lønarískoytið burtur. Til ber eisini at tekna eina sjálvbodna trygging, fyri at tryggja lønarmissin. Tað kostar 3.000 krónur. Fólk yvir 67 ár koma undir vanligu pensjónina, og tí fáa tey helvtina av vanligu tímalønini, ella 57,69 krónur um tíman, fyri 40 tímar um vikuna. Men kann ikki vera hægri enn skattskylduga inntøkan. Í viðmerkingunum verður sagt, at lógaruppskotið fer at hava við sær, at sjálvstøðugir vinnurekandi fólkapensjonistar, sum missa inntøku av COVID 19, fara at hava eina tøka inntøku, sum umleið er á hædd við tað, sum fólkapensjonistar, sum onga aðra inntøku hava, fáa. Ein fólkapensjonistur, sum fær lønarískoyti uppá 57,69 krónur um tíman í ein mánað, fær umleið 9.000 10.000 krónur um mánaðin, stendur í uppskotinum. Uppskotið fær fyrstu viðgerð í løgtinginum í dag. Landsverk eigur at skipast sum ein vitanarstovur í bygging, tí tørvur er á, at bygt verður eftir einum standardi, sum er mentur til føroysk viðurskifti. Sigurd L. Lamhauge, stjóri í Landsverki, er samdur við Stein Olv Petersen, at tað er neyðugt at granska í føroyskum loysnum fyri føroyska bygging. Hann spyr, hví landstýrismaðurin onki segði seg vita um, at grótbrotið í Porkeri bleiv niðurlagað, stutt áðrenn anlegg á keiini í Porkeri, sum hava verið nýtt í samband við grótflutning, vórðu tikin niður. Henrik Old vísir til nýggju frágreiðingina frá Landsverki, har Landsverk sigur, at tey vilja betra um lønsemið, millum annað við at niðurleggja grótframleiðsluna til asfalt í Porkeri, tí tað ber til at keypa tilfar munandi bíligari aðrastaðni. Okkurt ár eru fleiri enn 200.000 tons innflutt av tilfari, og tí heldur Henrik Old, at tað kundi verið skilabetri at útvegað hesi mongu tons úr Føroyum enn úr Noregi. Hóast grótframleiðslan til asfalt skal niðurleggjast, skal vanlig grótframleiðsla til verandi nýtslu í Suðuroy tó halda fram, skrivar Landsverk í nýggju frágreiðingini. Korona orð, vit hava hoyrt uppí saman, vent, snarað og hugsað um, og vit hava fingið boð um at fara til hús og vera har. Og eru vit góð við hvørt annað, so halda vit frástøðu Men nú melur næstan alt aftur, og hamstarin er farin inn aftur í hjólið. Súrdeiggið hevur mist mátt og megi, og alt er næstan, sum tað var, ella er tað nú tað Kunnu vit longu nú virðismeta hesa tíðina Eru vit ikki enn mitt í eyganum Kunnu vit fyrireika okkum til líknandi støðu aftur Skal samfelagið sleppa at yvirvaka borgaran meira Hvussu við raðfestingum Hvussu við okkara rættvísiskenslu Og okkara rættindum í demokratiska samfelagnum Føroyar útfluttu fisk fyri 869 milliónir krónur í januar í ár, og útflutningurin minkaði niður í 465 milliónir krónur í apríl, vísa tøl frá Hagstovuni. Jan. Febr. Mars Apr. Øll lond 869.559,2 725.337,1 700.126,0 465.868,6 Vinnuhúsið skrivar á heimasíðuni, at eftirspurningin og harvið útflutningin av føroyskum, feskum hvítfiski og saltfiski, er serliga ávirkaður av, at matstovur úti í heimi hava stongt. Orsøkin til minkaða eftirspurningin er kortini ikki bara korona. Føroyski fiskurin hevur verið serliga rak seinastu tíðina, og tað hevur helst eisini ávirkað eftirspuringin, sigur Bogi Nielsen, stjóri í Faroe Ship, við heimasíðuna hjá Vinnuhúsinum. Útflutningurin til Bretlands hevur verið nakað ójavnur fyrstu mánaðirnar í ár. Jan. Febr. Mars Apr. Bretland 90.644,3 53.998,5 90.260,4 52.036,2 Útflutningurin til Russlands og USA er hinvegin minkaður støðugt seinastu mánaðirnar. Jan. Febr. Mars Apr. Russland 203.306,2 189.273,5 159.727,3 63.785.8 USA 109.535,1 72.276,8 55.622,6 39.967,3 Útflutningurin til Kina minkaði í stórum í februar, men tók spakuliga dik á seg aftur í mars og apríl. Jan. Febr. Mars Apr. Kina 55.586,8 6.145,3 12.158,3 31.637,2 Útflutningurin til Danmarkar, Spania, Frakland og Týskland hevur hinvegin verið nakað ójavnur higartil í ár. Jan. Febr. Mars Apr. Danmark 42.579,5 64.102,3 73.140,7 41.374,7 Spania 48.899,5 36.686,2 39.395,8 34.937,6 Frakland 16.984,8 28.018,2 25.132,9 26.831,3 Týskland 23.129,2 60.771,5 32.934,8 35.139,4 Reiðaríið Havborg, sum er dótturfelag hjá P F Ennibergi, hevur gjørt avtalu við Tersan Shipyard í Turkalandi um at smíða nýggjan verksmiðjutrolara, sum í fyrstu atløgu skal fiska rækju. Orsøkin til avgerðina er, at felagið metir, at nú eru støðug viðurskifti í føroysku fiskivinnuni, sigur Kaj Johannesen, stjóri í samtakinum Farcod, sum millum annað eigur P F Havborg og P F Enniberg. Skipsteknisk AS í Noregi hevur teknað og projekterað verksmiðjutrolaran í samstarvi við reiðaríið, soleiðis at nýggi trolarin er serútgjørdur við serligum atliti at munadyggum og tryggum arbeiðsgongdum í øllum liðum umborð. Pláss verður fyri 40 monnum umborð, men alt veldst um, hvat slag av fiskiskapi, talan verður um til dømis telur manningin 18 á rækjuveiði og 34 til toskafiskiskap. Stórur dentur er lagdur á so skynsama orkunýtslu sum gjørligt fyri at minka sum mest um útlátið sigur felagið. Verksmiðjutrolarin verður 87,5 metrar langur og 18 metrar breiður. Hann verður tøkniliga útgjørdur til at kunna toga við trimum trolum í senn. Talan verður um eina framkomna verksmiðju umborð, sum bæði kann viðgera rækjur, fisk og mjøl. Skipsteknisk AS teknaði og projekteraði eisini Enniberg fyri 30 árum síðani fyri Mortan Johannessen, sum framvegis er høvuðspartaeigari í samtakinum. Turkiska skipasmiðjan, Tersan Shipyard, sum í næstum fer at strekkja kjølin til nýggja trolaran, hevur drúgvar royndir at byggja dygdargóðar verksmiðjutrolarar. Aleksandra á Dul, stjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, sigur, at umleið 170 uppskot eru komin inn við telduposti. Harumframt eru uppskot komin við vanligum posti, og har fólk sjálv hava borið teimum trimum sjúkrahúsunum skrivlig boð. Aleksandra á Dul sigur, at nú fer ein navnanevnd at viðgera innkomnu uppskotini. Síðani ger navnanevndin eitt tilmæli til landstýrismannin í heilsumálum sum tekur avgerðina. Í treytunum fyri kappingini stóð, at tað kann annaðhvørt vera sama navn til øll trý sjúkrahúsini við undirheitum, sum vísa til økini Klaksvík, Tórshavn og Tvøroyri, ella trý ymisk nøvn, sum hóska saman. Tað heldur Sirið Stenberg í Tjóðveldi, nú fólk eru misnøgd um, at ómaksgjøldini hjá bankunum hækka, samstundis sum tænastan versnar. Tórshavnar kommuna hevur havt stórar meirinntøkur seinastu árini, og er fíggjarliga væl fyri, men kortini umhugsar kommunan at læna sjey milliónir krónur til nýggja skúlan á Fløtum. Verkætlanin við skúlanum á Fløtum kostar sum er 393 milliónir krónur. Ætlanin er, at skúlin skal standa liðugur við skúlaársbyrjan í august. Frá mánadegnum 15. juni til fríggjadagin 19. juni verður møguligt hjá teimum ferðandi til Føroya at verða kannað á flogvøllinum í Vágum og við bryggju í Havn, sigur Løgmansskrivstovan í tíðindaskrivi. Talan er um eina fyribilsskipan, tí skotbráið hjá teimum ferðandi at útvega sær eina COVID 19 kanning hevur verið í styttra lagi. Ferðandi, ið hava tørv á einari kanning, skulu ikki rinda fyri hana. Tey ferðandi kunnu av somu orsøk vænta drúgvari bíðitíð, tá ið tey koma til landið. Tí verður heitt á øll ferðandi um at fara í sóttarhald við hús, til tey hava fingið svar upp á kanningina. Tað kann taka millum eitt til tvey samdøgur. Fólk, sum eru búsitandi í Føroyum, sleppa undan at vísa á eitt negativt kanningarúrslit, tá ið tey ferðast aftur til Føroyar. Tey skulu hinvegin vísa eina váttan um bústað í Føroyum. Til ber bæði at brúka sína returbillett ella eina bústaðarváttan frá Umhvørvisstovuni sum skjalprógv. Tað er sera týdningarmikið at hava neyðugu skjalfestingina við sær. Hesi skulu vísast fram á flogvøllinum í Vágum ella við bryggju í Havn. Børn, sum eru yngri enn 12 ár, skulu ikki lúka hetta krav. Foreldur ella avvarðandi skulu kortini skjalprógva aldurin á barninum eitt nú við at vísa passið fram á flogvøllinum í Vágum ella við bryggju í Havn. Tað verður kortini álagt útlendinginum at skjalprógva, at viðkomandi skal arbeiða í Føroyum. Hetta verður gjørt við at vísa á eina arbeiðsgevaraváttan, sum arbeiðsgevari útvegar. Váttanin skal vísast fram á flogvøllinum í Vágum ella við bryggju í Havn. Tað er sera umráðandi, at øll ferðandi til Føroya vísa varsemi á ferðini, og at ferðandi, sum nýliga eru komin til landið, eru serliga ansin og fylgja almennu tilmælunum um frástøðu og gott reinføri. Kennir tú teg sjúkan, skalt tú lata teg kanna beinanvegin, stendur í tíðindaskrivinum frá Løgmansskrivstovuni. Landsverk er byggiharri, og hevur eisini gjørt metingina, ið sigur, at 1,3 milliónir krónur skulu til at gera høllina heilt lidna. Sakin vísir og viðgerð viðkomandi sakir hjá øllum børnum i skúlaaldri. Og VIT taka sakina í størsta álvara, tosa við skilagóð og fitt børn, um teirra áhugaverdu áhugamál og dugnaligu evni. Sakirnar frí ggjakvøldið 12.juni Fuglaungarnir hesaferð eru staraungarnir. Maria Beder tosar um TikTok. Dagurin í dag er um sólir og mánaðir Skating við Balduri Holm. Tykkara sakir har ganda verður við kortum. Petursa borð. Hesaferð hvat ber til við fartelefonini og tónleiki. Lagt til rættis Páll Danielsen og Elin Dagbjartsdóttir Neshamar. Ellen Dahl var fotografur í Vági. Í 1924 fór hon 16 ára gomul niður til Danmarkar at útbúgva seg til fotograf hjá fotograf Kaiser í Køge. Ellen virkaði sum fotografur í Suðuroynni og øllum Føroyum annars frá umleið 1930 til 1990 í samfull 60 ár. Eftir hana liggur eitt ótal av myndum. Rógvi Johansen, sum er ommusonur Ellen, tók fyri 25 árum síðani stig til at talgilda hetta savn, sum telur einar 150.000 myndir, og nú er hann loksins komin á mál við hesum drúgva arbeiði. Rógvi er sjálvur fotografur og býr í Danmark. Hoyr prát við Rógva, har hann fortelur um myndasavnið og lívið hjá ommu síni. Niðanfyri síggjast nakrar av myndunum úr savninum hjá Ellen Dahl í Vági. Karina Lykke Grand varð sett í starv sum stjóri í Listasavni Føroya í august í fjør. Nú hevur hon gjørt fyrstu stóru broytingina, broytt permanentu framsýningina og fingið meiri fjølbroytta list fram í ljósmálan. Talan er um fleiri nýggjari, sambært Karinu, høvuðsverk , sum bara hava staðið og savnað støv í kjallaranum í listasavninum í áravís. Nú eru hesi at síggja aftur saman við klassisku verkunum í framsýningini. Listaverkini eru skipað eftir 14 ymiskum evnum, og framsýningin er munandi størri enn áður. Vikuskiftissendingin var á gátt í Listasavninum Hetta hevur eisini við sær, at starvsfólk helst skulu vera heima í eina viku, áðrenn tey koma aftur til arbeiðis, um tey hava verið uttanlands. Fakta skal á borðið um lønarbrøkin hjá manningini umborð á Teistanum, áðrenn landsstýrismaðurin í fíggjarmálum kann gera nakra niðurstøðu um málið. Mánadagin økist vandin fyri, at koronasmittan kemur aftur til Føroya, tá ið ferðafólk úr fimm londum kunnu ferðast meira ella minni frítt í Føroyum. Mánadagin letur Grønland landamørkini upp aftur. 600 fólk sleppa at ferðast til Grønlands um vikuna, skrivar grønlendska kringvarpið. Tey, som koma til Grønlands, skulu vísa váttan um negativa COVID 19 kanning. Tey skulu eisini útfylla eitt pappír og siga, hvar tey skulu. Men, tey sleppa ikki heilt undan sóttarhaldi. Tey skulu í heimauppihald, inntil tey eru kannað aftur í Grønlandi, í seinasta lagi fimm dagar seinni. Vit hava øll eina ábyrgd í sambandi við upplatingina. Vit mugu fylgja heilsufakligu tilmælunum og reglunum um sóttarhald, sigur Kim Kielsen, landsstýrisformaður. Upplatingin í Grønland er deild upp í trý stig, og at lata upp fyri 600 ferðafólkum um vikuna við einum styttri sóttarhaldi, er fyrsta stigið. Vit fylgja við smittuni í Danmark, og hvussu tað gongur teir næstu 14 dagarnar, áðrenn vit taka støðu til stig tvey í upplatingini, sigur Kim Kielsen. Í Beijing hava myndugleikarnir latið ein stóran matmarknað aftur, eftir at 45 fólk eru kannað og royndirnar hava víst, at tey hava korona. Síðani hava myndugleikarnir avbyrgt 11 býarpartar nærhendis marknaðinum og hava sett forboð fyri, at ferðafólk koma til økið. Tað skrivar Reuters. Tíðindastovan sigur eisini, at fleiri marknaðir í Beijing hava bannað sølu av oksa og seyðakjøti, umframt at fleiri eisini eru givin at selja laks. Sambært Reuters hava myndugleikarnir í Beijing boðað frá, at meira enn 10.000 fólk, sum hava vitjað marknaðin, skulu kannast fyri korona. Uppskot um at geva landsstýrismanninum heimild í kunngerð at leingja tíðaravmarkaðu COVID 19 stuðulsskipanina í ALS er lagt fyri tingið. Skipanin skuldi annars fara úr gildi 30. juni. Nýggja uppskotið hjá Helga Abrahamsen sigur, at skipanin skal leingjast, fyribils til 31. august. Í uppskotinum stendur, at tað kann serliga koma upp á at tal at gagnnýta hesa heimildina, um tað móti endanum av juni mánaði framhaldandi er eitt stórt tal av fólki í lønarískoytisskipanini. Har eru fyritøkur, kanska serliga í ferðavinnuni, hvørs virksemi framhaldandi ikki er komið uppaftur í ferð, hóast samfelagið sum heild er farið aftur til verka, og at Føroyar frá 15. juni lata upp fyri ferðafólki úr ávísum londum. Tá ið tørvurin á stuðli var størstur, var talið av fólki, sum fingu lønarískoyti úr ALS grunninum, oman fyri 4.300 fólk. Seinastu vikurnar hevur hetta talið verið støðugt lækkandi. Eggið hjá kvinnum dámar betur ávísar sáðkyknur enn aðrar. Tað vísir nýggj gransking. Tað kann vera ein av orsøkunum til, at summi pør eru barnleys. Sáðið fer upp í lívmóðrina fyri at náa eggið í eggjaleiðaranum. Sáðkyknurnar kappast, har eru milliónir av teimum, men bara ein kann gita eggið. Men, meðan tað vanliga eru sáðkyknurnar, sum verða lýstar sum virknar í tilgongdini at gita eggið, meðan eggið bara bíðar, so vísir nýggj gransking, at eggið er virkið í at velja sáðkyknur burturúr. Granskingin vísir, at eggið fer málrættað eftir ávísum sáðkyknum. Og tað er tí ikki vist, um eggið fer eftir sáðkyknunum hjá makanum. Danski fertilitetslæknin, Peter Humaidan, sigur kanningina vera sera áhugaverda, og at henda vitanin kann vera ein frágreiðing til barnloysið hjá summum pørum. Eggið gevur tekin fyri, at sáðkyknurnar finna vegin fram. Hóast sáðkyknurnar bert ferðast 12 sentimetrar fyri at náa eggið, so er ikki lætt hjá teimum at finna eggið. Tí sendir eggið molekylur, sum hjálpir sáðkyknunum at finna vegin fram. Og har hava nakrar sáðkyknur framíhjárætt, sambært nýggju granskingini. Tað vísti seg, at eggið hjá einari kvinnu dróg sáð hjá nøkrum monnum at sær, meðan eggið hjá einari aðrari kvinnu dugdi betur at draga sáð frá øðrum monnum at sær, sigur John Fitzpatrick. Tað merkir ikki, at tey ikki kunnu fáa børn við viðgerð, men tey leita ofta eftir einari frágreiðing, og nýggja vitanin kann vera ein av orsøkunum til, at tað er so. Hvítu Húsini í Washington hótta við at seta tiltøk í verk ímóti Altjóða brotsmannadómstólinum, ICC, og kanningarfólkunum, sum kanna møgulig krígsbrotsverk hjá amerikonskum herdeildum í Afganistan. Altjóða brotsmannadómstólurin kannar krígsbrotsverk og brotsverk móti mannaættini í málum, har staturin ikki kann ella vil halda fram við málinum. USA hevur fyrr lagt dómstólin undir at vera partískur, og segði, at amerikanskir dómstólar skulu viðgerða møgulig krígsbrot hjá amerikonskum hermonnum. Niðurstøðan er, at tað verður staðiliga mælt frá at halda fleiri fólkum enn hægst neyðugt føst í eini serligari skipan, har starvsfólk framhaldandi eru í starvi hjá einum ávísum arbeiðsgevara og harvið ikki eru tøk hjá øðrum arbeiðsgevarum, sum tørva teirra orku. Tað stendur í skrivinum, sum stýrið fyri ALS sendi landsstýrismanninum. Eyðfinnur Jacobsen vil ikki gera viðmerkingar til málið annars, men vísir til skrivið. Í mars, tá stýrið játtaði at veita fígging úr ALS grunninum, var støðan øðrvísi, og avgerðin um at játta umbønina frá landsstýrinum tá var røtt, heldur ALS stýrið. Hetta er so tilmælið hjá stýrinum fyri Arbeiðsloysisskipanina, men at seta í verk serskipanir í samband við korona er í síðsta enda ein politisk avgerð, stendur í skrivinum frá ALS stýrinum. Tey siga samstundis, at tey ikki vísa aftur at vilja umsita eina stuðulsskipan aftan á 30. juni, um landsstýrið vil tað, men tað er treytað av, at skipanin verður einfaldari og minni orkukrevjandi enn verandi skipan at fyrisita. Stýrið nevnir síðani nøkur uppskot um, hvussu hetta kann skipast, men tey leggja dent á, at uttan mun til hvør loysn verður vald, so má tað vera púra greitt, hvørjir persónar og hvørjar fyritøkur verða fevndar av eini slíkari skipan. Hjálparpakki 1 hevur verið hentur, men varð skundaður ígjøgnum og hevur tænt fyri seg. Tí haldi eg ikki, at hann skal leingjast. Men í samgonguni eru fleiri, sum vilja hava møguleika til at leingja skipanina, um tað verður neyðugt, og tí leggi eg uppskotið fram, sigur landsstýrismaðurin Helgi Abrahamsen. Fyri viku síðani, tá róðrarárið byrjaði á norðoyastevnu, var neyðugt at útseta róðurin frá leygardegi til sunnudag, tí veðrið var ov vánaligt. Eiler Lamhauge, formaður í Kappróðrarfelagnum NSÍ, sigur, at tey skipa kappróðurin eitt sindur øðrvísi enn vant og eru varin orsakað av koronasmittuni, men áskoðarar eru loyvdir. Í sendingini í dag hoyra vit nakrar nýggjar sangir, men brúka mest tíð upp á hugleiða um Countryfestivalin, ið skuldi havt verið í Sørvági hetta vikuskiftið. Túsundtals fólk eru savnað í London í dag, hoást myndugleikarnir mæla frá, at fólk savnast í stórum mongdum orsakað av koronasmittuni. Black Lives Matter mótmælisgonga er í dag, og umframt tað, eru onnur eisini farin út at verja søguligar standmyndir móti Black Lives Matter stuðulsfólki. Tað skrivar BBC. Tey, ið skipa fyri Black Lives Matter mótmælisgongum, hava biðið fólk lata vera við at mótmæla í dag, so samanbrestur ikki verður millum mótmælisbólkarnar. Fleiri fólk kring alt landið eru komin til London, millum annað høgravend stuðulsfólk, sum siga seg verja søguligar ímyndir av Bretlandi frá anti rasistiskum mótmælisfólkum. Mótmælisfólk fyri Black Lives Matter søkini hava millum annað gjørt herverk á standmyndina av Winston Churchill, fyrrverandi forsætismálaráðharra í Onglandi og skrivað, at hann var rasistur. Nógv løgreglufólk eru á gøtunum og nakað av roki hevur verið. Fólk hava tveitt ymiskt eftir løgreglufólkum, onkur bardagi hevur verið og onkur er handtikin. Politiið hevur skrivað á Twitter, at harðskapur verður ikki góðkendur. Harafturat skriva tey, at koronasmittan enn er ein vandi, og tí verða fólk biðin um at fara heim. Politiið hevur fingið sær serloyvi til at steðga og kanna fólk til klokkan tvey í nátt, tí tey siga, at nøkur víðgongd, høgravend mótmælisfólk hava vápn. Mótmælisgongurnar skulu steðga í seinasta lagi klokkan 17 í dag, og báðir mótmælisbólkarnir hava hvør sítt øki at halda seg til, so teir ikki bresta saman, sigur politiið. Black Lives Matter mótmælisgongur hava annars verið fleiri ferðir í London, og fyri tað mesta hevur tað verið friðarligt, tó eru tíggjutalsfólk handtikin og 27 løgreglufólk eru særd. Rasmus Køster Rasmussen, talsmaður teirra, boðar danska heilsumyndugleikanum frá, at tey undir ongum umstøðum kunnu skriva undir uppá tilmælini. Tilmælini eru ikki almannakunngjørd enn, men DSAM sigur, at danski heilsumyndugleikin leggur ov stóran dent á, at fólk skulu lætna, millum annað við klænkingarkurum. Vit leggja ikki upp til, at fólk fara undir klænkikurar. Men tørvur er á uppílegging, men tað merkir ikki, at man skal fara frá at vera tjúkkur til at vera klænur. Vit siga, at fólk mugu tapa seg, men vit leggja eisini dent á trivnað og lívsgóðsku, siga tey. Meira enn helvtin av danum, 51 prosent, viga ov nógv, og tí hevur man tikið stig til henda arbeiðsbólkin, fyri at fáa bilbugt við trupulleikan. Rasmus Køster Rasmussen sigur, at tey taka ikki undir við, at kommunur skulu seta seg í samband við tey, ið viga ov nógv, við tí í huga at geva teimum tilboð um klænkikurar Danski heilsumyndugleiki burdi heldur lagt seg eftir, at kroppar skulu vera glaðir, sterkir og virka væl, heldur enn at vera klænir. Tað kann gerast við ymiskum virksemi, venjing, sunnum kosti og einum netverki, men ikki við tí máli at tapa seg, sigur Rasmus Køster Rasmussen. Tað eru ógvuliga fá, sum kunnu halda vektini við líka við einum klænkikuri. Fleiri enn 90 prosent fara at viga tað sama ella meira aftur, sigur hann. Hetta ávirkar síðani teirra sjálvsálit, og tað økir vandan fyri øðrum sjúkum, so sum angist og tunglyndi, og tað økir síðani vandan fyri sjálvmorði og etingarólagi. Lene Meyer, sálafrøðingur, er heldur ikki samd við donsku heilsumyndugleikunum. Hon mælir til at minka um stigmatisering og at syrgja fyri, at børn, ung og vaksin hava eitt betri samband við sín kropp. Ætlanin er, at listaverkið kemur at hanga í Norðurlandahúsinum í næstu viku. Við listaverkið verður ein bússa, har til ber at koyra pengar í. Og tá framsýningin er av, verður listaverkið selt á uppboðssølu. Bárður Dal Christiansen býr í Danmark og merkti sjálvur sviðan av korona, tá fyrsta stóra listaframsýningin, sum hann sjálvur skuldi hava í Keypmannahavn varð avlýst, umframt at hann eisini misti aðrar uppgávur. Komin til Føroya legði hann høvdið á blot, og nú hevur hann meira at gera, áðrenn korona kom. Meðan danir hava fingið grønt ljós til at venja í venjingarmiðstøðum og aftur savnast í størri bólkum, so liggur talið fyri nýggjar koronasjúklingar í Danmark framvegis á lágum stigi. Seinasta samdøgrið eru 40 nýggir koronatilburðir skrásettir. Og tað er eitt friðarligt og gott tal, heldur Lars Østergaard, professari í infektionsheilivági á Arhuus Universiteti. Hann sigur við DR, at talið hevur ligið stútt á einum lágum stigi seinastu dagarnar, men tað er ein lítil vøkstur, um vit hyggja nærri, og tað merkir, at tað er umráðandi at fylgja við gongdini, nú Danmark letur meira upp. Síðani tá er kurvan fallin, eisini hóast barnagarðar, vøggustovur og skúlar lótu uppaftur. Hetta er óvæntað, sigur Søren Riis Paludan, professari í Arhuus universtiteti, við DR. Eg hevði væntað fleiri smittutilburður, eftir vit lótu meira upp. Men at vit hava hildið frástøðu og havt gott reinføri hevur ivaleyst hjálpt, og so hevur danska summarið kanska eisini ávirkan á, at tað eru lág smittutøl í dag, sigur hann vi DR. Sera nógv fólk vóru í býnum í nátt og hugnaðu sær í góðveðrinum, sigur løgreglan. Á løgreglustøðini siga tey, at tað var sum á ólavsøku bæði í Havn og í samband við eystanstevnuna. Skeinkistøðini í Havn hava gjørt sínámillum avtalu um at hava opið til klokkan tvey. Hendan avtalan varð hildin sigur løgreglan, og tveir tímar seinni var býurin tómur. Øðrvísi var á Skálafjørðinum, har skeinkistøðini valdu at hava opið sum vanligt, tað er til klokkan fýra. Úrslitið av hesum var, at fólk vóru munandi meira ávirkað og gingu og mólu til langt út á morgunin, sigur løgreglan. Har mátti løgreglan eisini forða fyri at fólk fóru til hendurs. Almennu tilmælini siga, at skeinkistøðini skulu lata aftur klokkan 10. Men av tí at hetta bert eru tilmæli fær løgreglan ikki gjørt nakað við, at skeinkistøðini síggja burtur frá tilmælunum. Tá ið ein kvinna í gjár gjørdist bráðfeingissjúk í Nólsoy, tók tað 40 45 minuttir at fáa hjálp á staðið. Og tað er skakandi, sigur Herborg Torkilsdóttir, sum sjálv var á staðnum. Vit eru von við, at tað tekur langa tíð. Og onkuntíð hava vit verið noydd at taka sakina í egnar hendur og flutt fólk við privat bátum til Havnar, sigur Guðrun Sundar Hansen, sum hevur búð í mong ár í Nólsoy. Tummas í Garði, læknastjóri á Landssjúkrahúsinum, sigur í viðmerking í dag, at orsøkin til, at tað tók longri tíð enn ætlað, var, at alarmsentralurin fekk ikki fatur aftur á fólkunum, sum ringdu 112, og tí varð neyðugt at fáa fatur á tilbúgvingarfólki í Nólsoy og fáa tey at fara á staðið og kanna málið. Eg skilji væl tað kann kennast leingi at bíða. Og avtalan við tyrlutænastuna er, at tað skal taka 30 minuttir og ikki meir, sigur Tummas í Garði. Hoyr samrøðu við Herborg Torkilsdóttir og Guðruna Sundar Hansen við at trýsta á pílin undir myndini. Hoyr samrøðu við Tummas í Garði aðrastaðni á forsíðuni á heimasíðuni. Tá ið ein kvinna gjørdist bráðfeingissjúk í Nólsoy í gjár, kendist tað sera leingi hjá fólki á staðnum at bíða eftir hjálp frá tyrlu ella bjargingarbáti. Tí tað tók upp ímóti 45 minuttum at fáa hjálp. Tummas í Garði, læknastjóri sigur, at í gjár var støðan tann, at alarmsentralurin ikki fekk fatur aftur á fólkunum í Nólsoy, og tí varð neyðugt at ringja til tilbúgvingarfólk í oynni fyri at fáa lýst tørvin á hjálp. Tað eigur ikki at taka longri enn 30 minuttir við tyrluni, tí í avtaluni við tyrlutænastuna stendur, at tey lova at vera á staðnum innan 30 minuttir, sigur Tummas í Garði, læknastjóri. Men tað er ikki altíð so einfalt, tí fólk sita ikki og bíða umborð á bjargingarbátum ella á tyrlunum, og tí kann tað taka longri at koma á staðið, enn teir minuttirnar tað tekur at sigla ella flúgva til Nólsoyar. Men kortini eigur tað ikki taka longri enn 30 minuttir, sigur læknastjórin. Tað skrivar Vága Floghavn í kunngerð í dag. Tó so eru børn undir 6 ár og fólk, sum hava trupulleikar við andaleiðini, undantikin hesum reglunum. Nýggju reglurnar koma í gildi í morgin, tá ið Føroyar samstundis verða latnar upp fyri ferðafólki úr Danmark, Grønlandi, Noregi, Íslandi og Týsklandi. Hesi ferðafólk skulu vísa eina negativa koronakanning á flogvøllinum, sum ikki skal vera eldri enn fimm dagar. Men hava tey onga kanning, verða tey kannað á flogvøllinum. Tað verður framvegis ikki loyvt øðrum enn ferðafólki, starvsfólki og viðskiftafólki við serligum ørindum at uppihalda seg inni í farstøðini í Vága Floghavn. Avvarðandi verða biðin um at bíða uttanfyri, eins og hýruvogsførarar og aðrir førarar eisini skulu bíða uttan fyri farstøðina. Hann skuldi vera burturi til arbeiðis sum maskinmeistari á skipinum Laprouse hjá DS Norden í átta vikur, men nú hevur hann verið fangaður umborð í fimm mánaðir. Hjá altjóða samfelagnum hevur hetta verið úti av lagið vánaligt, tí øll londini vilja hava tær vørurnar vit flyta, men eingin vil hjálpa sjómonnunum at sleppa heim, sigur Conrad Gaard Joensen. Kortini er ein glotti fyri framman, tí fyri stuttum fingu teir umborð at vita, at í Korea sita nakrir mans í sóttarhaldi fyri at sleppa umborð á Laprouse, so at verandi manning kann sleppa heim. Men enn er óvist um tað fer at bragda. Tað ringasta er, at vit vita ikki, hvat fer at henda. Tað er serliga óvissan, sum tyngir manningina, og tá boð komu um, at tað fór kanska at bera til, tá batnaði huglagið umborð, sigur Conrad Gaard Joensen í dag. Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, heldur at tað gongur alt ov seint, tá ið føroyskir myndugleikar ella borgarar leita sær hjálp frá dønum, fyri at fáa føroyingar heim til klettarnar. Í byrjanini av koronafarsóttini riggaði tað sera væl, men síðani er tað steðgað upp, og vit vita um fleiri føroyingar, sum eru staddir uttanlanda, men ikki sleppa heim. Tá vit venda okkum til donsku sendistovurnar, eru tær fullar í undanførslum, sigur Jenis av Rana í dag. Nú nærkast summarfrítíðin og tað ber til at fara til fleiri tiltøk í Føroyum. Hvønn leygardag er familjurundvísing á Listasavninum í Havn. Hvat skulu vit lesa í summar Og hvørjar bøkur eru vælumtóktar Annika, sum er bókavørður, greiðir frá. 9 ára gamla Eyðhild, sigur sína hugsan. Í uppskotinum stendur, at vansin við at leingja lønarískoytisskipanina er treytin um, at fólk eru knýtt at einum ávísum arbeiðsgevara. Sambært Als stýrinum er hendan treytin vorðin ein alsamt vaksandi vansi fyri at varðveita ein smidligan arbeiðsmarknað, tí tað tykist vera alsamt fleiri arbeiðsgevarar, sum ikki fáa fatur í arbeiðsmegini, teimum tørvar, av tí at lønarískoytisskipanin bindur fólk til annan arbeiðsgevara, hóast hesin ikki hevur arbeiði til fólkið. Nú skulu fólk, sum eru undir verjumáli, og hava fingið rættarliga myndugleikan frátiknan eftir verjumálslógini, hava valrætt á kommunuvali og kunna stilla upp til kommunustýri. Og nú fáa fólk, sum eru undir verjumáli, og hava fingið rættarliga myndugleikan frátiknan eftir verjumálslógini, sama rætt sum onnur í sambandi við kommunuval. Skulu tey, sum eru undir verjumáli og fingið rættarliga myndugleikan frátiknan, eisini hava valrætt og valbæri til løgtingið, skal stýriskipanarlógin broytast. Vit mugu staðfesta, at NemID ikki er so trygt, sum vit hildu, sigur advokaturin hjá Tænk, Anette Høyrup, við DR, eftir at ein 38 ára gomul kvinna var vitni til, at hennara skipan varð misnýtt. Løgreglan og ein serkønur á telduøkinum kanna málið, og báðir partar siga, at tað hevði eydnast øðrum at koma inn í skipanina hjá kvinnuni, hóast hon hevði borið seg rætt at. Løgreglan vil vera við, at fólk, sum vildu hava fatur á loyniorðunum hjá kvinnuni, hava fingið tey úr postkassanum, áðrenn kvinnan fekk postin, og hava síðani roynt at snýta fyri 265.000 krónur, í hennara navni. Málið er komið í fólkatingið, og formaðurin í rættarnevndini hjá fólkatinginum, Preben Bang Henriksen, sigur, at hendingin vísir, at NemID ikki er nóg trygt. SF vil hava stig tikin, sum kunnu betra um trygdina við NemID, annaðhvørt frá Nets, sum rekur og eigur skipanina, ella frá myndugleikunum, tí fólk mugu vera trygg við eini skipan, sum tey eru tvingað at nýta, sigur framsøgukvinnan í rættarmálum, Karina Lorentzen. Eindarlistin krevur, at Nets, sum rekur skipanina fyri bankarnar og statin, syrgir fyri, at viðurskiftini eru í lagi. Og flokkurin Vinstri heldur, at skipanin má endurskoðast. Nets vil ikki gera viðmerkingar til málið, skrivar DR. Felagið vísir á, at tað er Digitaliseringsstýrið, sum keypir NemID loysnina frá felagnum. Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at í 2016 varð eitt tilmæli latið landsstýrinum um, hvussu ein neyðtøkutilbúgving kann gerast í Føroyum. Landsstýrismaðurin metir, at tað er møguligt at skipa eina neyðtøkutilbúgving í sjúkrahúsverkinum seinni í hesum árinum ella í fyrst í komandi ári. Í 54 ár hava fólk sum búgva á Høvdanum í Fuglafirði havt ampa av lukti, útláti og larmi frá virkinum Havsbrún. Tey kenna seg ikki hoyrd, og nú stúrir ein av íbúgvunum, Niels Midjord, fyri, at um einki verður gjørt við økta ídnaðarvirksemið, so verður bygdin avtoftað. Avbjóðingin er at finna útav, hvussu mann samskipar viðurskiftini soleiðis, at bæði grannar og ídnaður kann búleikast og virka í sama øki, sigur Odd Eliasen, stjóri í Havsbrún. Hoyr samrøðu, sum Emil Lisberg Jacobsen gjørdi við Jónar Randrup, sum arbeiðir í frálandsvinnuni, og sum fer av landinum seinnapartin. Ferðafólk, sum ikki hava eina negativa COVID 19 roynd við sær, verða kannað í Hirtshals, áðrenn tey fara umborð á Norrønu, og tey fáa svar, áðrenn Norrøna kemur til Føroya. Millum annað var umleið helvtin av starvsfólkunum, 5.000 í alt, søgd úr starvi síðst í apríl, flogfør eru tikin úr rakstrinum, og ætlanirnar um at keypa nýggj Airbus flogfør eru fyribils sleptar. Flogfelagið skrivar í tíðindaskrivi fyrrapartin, at tað verður neyvan fyrrenn seint í 2022, at fíggjarstøðan verður á sama stigi sum fyri koronukreppuna. Svenska stjórnin sigur seg vera til reiðar at seta 3,5 milliardir krónur í felagið. Í Danmark er stjórnin eisini sinnað at stuðla flogfelagnum, men politisk semja má finnast um upphæddina. Seinastu árini hava fleiri enn 200 sangarar úr øllum landinum mannað kórið, men um almennu koronutilmælini skulu haldast, ber hvørki til at hava venjingar ella at framføra á Tinghúsvøllinum. HB ÍVB, 1 1 1 0 Kára Djurhuus, 60 minuttir. 1 1 Hjørdis Rasmusdóttir, 85 minuttir. KÍ EBS Skála, 3 0 1 0 Sigrun Sirdal, 23 minuttir. 2 0 Malena Olsen, 25 minuttir. 3 0 Eyðvør Klakstein, 43 minuttir. B36 EB Streymur, 4 1 1 0 Sebastian Pingel, 16 minuttir. 2 0 Michal Przybylski, 41 minuttir. 3 0 Michal Przybylski, 50 minuttir. 3 1 Símun Sólheim, 69 minuttir. 4 1 Meinhard Olsen, 89 minuttir. KÍ Víkingur, 4 1 1 0 Jóannes Bjartalíð, 9 minuttir. br. 1 1 Lukasz Cieslewicz, 30 minuttir. 2 1 Odmar Færø, 38 minuttir. 3 1 Jóannes K. Danielsen, 55 minuttir. 4 1 Alessio Hyseni, 88 minuttir. 6 mannfør kvinnur Nr. Bátanavn Tíð Stig Gult kort Reytt kort 1 Jarnbardur 05 17.29 7 0 0 2 Sølmundur 05 21.34 6 0 0 3 Herningur 05 37.38 5 0 0 4 Skúgvur 05 43.16 4 0 0 6 mannafør menn Nr. Bátanavn Tíð Stig Gult kort Reytt kort 1 Smyril 04 55.44 7 0 0 2 Sundabáturin 04 58.31 6 0 0 3 Hvessingur 05 01.15 5 0 0 4 Gongurólvur 05 06.24 4 0 0 5 Tindur 05 06.35 3 0 0 6 Rádni 05 09.43 2 0 0 7 Lómur 05 09.49 1 0 0 5 mannafør dreingir Nr. Bátanavn Tíð Stig Gult kort Reytt kort 1 Heykur 05 10.04 7 0 0 2 Fípan Fagra 05 10.06 6 0 0 3 Sævarmoy 05 14.28 5 0 0 4 Royndin Fríða 05 18.16 4 0 0 5 Teistin 05 18.32 3 0 0 6 Drekin 05 18.45 2 0 0 7 Tjaldrið 05 20.40 1 0 0 8 Tekla 05 23.25 0 0 0 9 Tambar 05 23.48 0 0 0 10 Ørnin 05 25.41 0 0 0 11 Knúkur 05 28.33 0 0 0 12 Jallurin 05 44.32 0 0 0 5 mannafør kvinnur Nr. Bátanavn Tíð Stig Gult kort Reytt kort 1 Erla Kongsdóttir 05 23.48 7 0 0 2 Blikur 05 34.09 6 0 0 3 Falkur 05 36.47 5 0 0 4 Heykur 05 37.19 4 0 0 5 Spógvin 05 46.33 3 0 0 6 Junkarin 05 46.37 2 0 0 7 Báran 05 52.01 1 0 0 8 Teistin 05 52.31 0 0 0 Firvaldur var fyrstur á mál hjá 5 mannaførunum við gentum á eystanstevnu. Men gleðin umborð á bátinum hjá Froðbiar Sóknar Róðrarfelag var stokkut. Tær vórðu nevniliga kolldømdar fyri ikki at hava hildið pláss og fyri at órógva kappingarneytarnar. Ístaðin fekk Drekin fyrsta plássið, og tey sjey stigini, sum hoyra til. Úrslit hjá 5 mannaførum við gentum Nr. Bátanavn Tíð Stig Gult kort Reytt kort 1 Drekin 05 31.26 7 0 0 2 Jallurin 05 32.26 6 0 0 3 Fípan Fagra 05 33.31 5 1 0 4 Frúgvin 05 36.40 4 0 0 5 Rókurin 05 38.47 3 0 0 6 Teistin 05 40.07 2 0 0 7 Ingibjørg 05 44.26 1 0 0 8 Spógvin 05 46.30 0 0 0 9 Falkur 05 51.25 0 0 0 10 Sílið 05 52.19 0 0 0 11 Ternan 05 55.02 0 0 0 12 Blikur 06 08.49 0 0 0 13 Firvaldur 00 00.00 0 0 1 Tí varð roknað við, at hesir báðir bátarnir, sum eisini vóru í harðari kapping um FM heitið í fjør, fóru at rógva um fyrsta plássið á eystanstevnu. Nevið Reyða setti bæði Argjabátin og hinar bátarnir til viks, og tá avtornaði endaði báturin av Argjum á triðja plássi aftanfyri Knørr. Úrslit hjá 8 mannaførunum Nr. Bátanavn Tíð Stig Gult kort Reytt kort 1 Nevið Reyða 04 46.10 7 0 0 2 Knørrur 04 50.49 6 0 0 3 Argjabáturin 04 52.16 5 0 0 4 Heiðabáturin 04 57.18 4 0 0 5 Ørvur 05 01.31 3 0 0 Uppskotið um at leingja hjálparpakka 1, so landsstýrismaðurin í vinnumálum fær heimild at leingja ískoytisskipanina hjá ALS í tveir mánaðir, fær góða undirtøku í tinginum. Johan Dahl, sum var framsøgumaður hjá Sambandsflokkinum, vísti á, at Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, hevur sagt alment, at hann er ikki vísur í, um at hann fer at brúka heimildina, og tað er ørkymlandi, helt hann. ALS stýrið hevur boðað frá, at tað er ímóti, at leingja skipanina, men Johan Dahl heldur, at støðan er so serligt, at tað eigur ikki at verða neyðugt at spyrja stýrið eftir. Framsøgumaðurin hjá Javnaðarflokkinum í málinum um at leingja hjálparpakka 1 helt, at landsstýrið hevur verið pírið, tá ræður um at veita hjálp, men hevur í staðin latið Arbeiðsloysisskipanina rinda. Hann segði, at útreiðslan hjá ALS verður tann sama, um ískoytisskipanin verður longd, men ger løgtingið, sum ALS stýrið vil, er vandi fyri varandi arbeiðsloysi, og at útreiðslurnar vaksa. Landsstýrismaðurin í vinnumálum segði, at hann var ikki so heitur fyri at leggja uppskotið fram, men fleiri samgongufólk vildu hava hann at gera tað. Tingfólk, bæði samgongu og andstøðu, gjørdu viðmerkingar til røðuna hjá Helga Abrahamsen, og vildu hava hann at siga, um hann fer at brúka heimildina, sum hann hevur skotið upp at fáa. Klokkan hálvgum sjey hvønn gerandismorgun svimja kvinnur í Sandagerði. Og nógv tilgongd hevur verið í seinastuni, sigur Elin Lindenskov, sum er ein av teimum sum hevur svomið longst. M.a. fingu fleiri sjúkrarøktarfrøðingar á koronadeildini á Landssjúkrahúsinum, sum hava sæð hinar svimja niðri í Sandagerði hvønn morgun, brell at svimja saman við teimum. Hetta er ein sera góð byrjan uppá dagin, siga Barbara Eystberg Sørensen og Jútta Reynslág, sum eru nýggjar her. Sverri Steinhólm, sjúkrahúsprestur, og konan Armgarð trívast sera væl í gamla og søguliga prestagarðinum í Sandagerði. Hann er serliga kendur fyri at Jákup Dahl, próstur, búði her í mong ár. Her hevur hann millum annað týtt stóran part av Bíbliuni og yrkt og týtt eitt ótal av sálmun og øðrum tilfari, sum er grundarlagið undir føroysku Fólkakirkjuni. Nýggjasti parturin av prestagarðinum er frá 1789 og tann elsti, sum er vestureftir, verður fyrstu ferð umtalaður í 1650 og er helst eldri enn tað. Armgarð Steinhólm sigur, at tað er fantastiskt at búgva í Sandagerði. Tey búgva mitt í býnum og kortini tætt at náttúruni. Hon sigur, at í húsinum eru meira enn 20 rúm og øll rúmini hava fleiri hurðar og tað ber til at ganga rúm úr rúmi. Sanna Andrassardóttir Dahl býr í húsunum, sum omman og abbin, Sanna Dahl Niclasen og Bjarni Dahl Niclasen, áttu í Sandagerði. Hon hevur varðveitt køkin og nógv annað frá seinast í fimtiárunum, tí tað er flott og væl gjørt við hond. Hon hevur kortini sett sín egna dám á rúmini. Í dag hjálpir Gunnhild Dahl Niclasen, sum býr í Haraldssundi, systrinini at mála. Gunnhild er komin til Havnar á fund. Systrarnar minnast nógvar góðar løtur í Sandagerði. Annars hevur Sanna júst fingið starvsløn í ein mánað at týða eina íslendska familjubók um Vigdís Finnbogadóttir. Hervør og Jens Mohr eru bæði havnarfólk. Tey keyptu grundstykki í Sandagerði í 1967 og tá var tað langt uttanfyri býin. Tey minnast nógva og fjølbroytta lívið í Vágsbotni, har mjólkarbátarnir løgdu at og har børnini plagdu at renna undan brimi. Hervør er uppvaksin í Vágsbotni, har pápin Jóan Jakku skómakarin hevði skósølu. Og síðani Jens var tvey ára gamal, hevur hann verið á Skipasmiðjuni. Tá var pápin, Kjartan Mohr, stjóri har. Í Dr. Dahlsgøtu nummar 13 búgva Lisbeth Gotved Petersen og Magnus Petersen. Lisbeth sigur, at tað var ein góður uppvøkstur í Sandagerði. Tey spældu í bønum og í ánni. Tá var nærum eingin sandur. Stóri sandurin er pumpaður aftur higar eftir at Lisbeth var vaksin. Magnus sigur, at tað er sum at búgva á bygd í býnum. Hann hevur fingið mangt sjósílið í Sandagerði. Døturnar Silja Gotved Nielsen og Anna Margit Gotved Petersen halda, at tað er áhugavert at tær eru vaksnar upp í sama umhvørvi sum mamman. Magnus er við tá hanarnir hjá Sverra presti verða fangaðir, tí teir skulu drepast. Magnus vil tryggja sær at hanin, sum vekir hann klokkan hálvgum fimm hvønn morgun, eisini leygar og sunnumorgun, missir høvdið. Katrin Kallsberg og børnini Sólja og Brandur búgva í stórum húsum í Sandagerði og tey hava ein urtagarð, sum er 2.400 fermetrar við alskyns vøkstri. Katrin sigur, at tá hon hugsar um Paula Dahl, yvirlækna, sum búði júst í hesum húsunum, hevur hon nógv at liva upp til, hóast hon eisini er yvirlækni. Nógv søga býr her í umhvørvinum og tað er lætt at liva seg inn í yrkingarnar hjá Regini Dahl um lívið í Sandagerði, sigur Katrin. Hon visti ikki hvussu gott keypið var, tá maðurin hevði avgjørt at keypa húsini og hon skrivaði undir meðan hon var í Noregi. Katrin hevur tilkallivakt á Landssjúkrahúsinum. Hon sær niðan á føðistovuna og um veturin sær hon, tá ljós er á føðistovuni. Tað var leygardagin, at ein kvinna í Nólsoy gjørdist sjúk og hevði brúk fyri bráðfeingshjálp. Tó tók tað út við trý korter, til tyrlan var í Nólsoy. Nakað, sum tey á staðnum upplivdu sum skakandi. Tyrlutænastan hevur eina avtalu við landsstýrið, um at tað ongantíð skal ganga meira enn ein tími, til tyrlan er á flogi. Tað tók trý korter at fáa neyðugu hjálpina til Nólsoyar, tá ein kona gjørdist bráðfeingis sjúk. Hagtølini hjá tyrlutænastuni vísa tó, at tað tók 18 minuttir hjá tyrluni at koma fram, eftir at Tyrlutænastan fekk boðini. Sambært tyrlutænastuni tekur tað í miðal eitt korter til tyrlan er á flogi. Undanumfar MB Undrið FF FC Suðuroy Royn 1. umfar B68 Víkingur TB ÍF 07 Vestur FC Suðuroy Royn B71 B36 Skála FC Hoyvík AB MB Undrið FF EB Streymur NSÍ KÍ HB Eitt er, at vit verða eldri og eldri, men vit doyggja eisini tó er broytingar eru eisini hendar í orsøkunum, vit doyggja av. Tað vísa nýggj tøl hjá Hagstovuni. Høvuðsbroytingin er, at munandi færri fólk doyggja av hjarta og æðrasjúkum. Nú doyggja í miðal 50 60 føroyingar um árið av hjarta og æðrasjúkum fyri 15 20 árum síðani var hetta talið 80 90. Støðan við krappameini er øðrvísi. Hagstovan vísir á, at hetta tal er kvinkað eitt lítið vet uppeftir. Men tá skal havast í huga, at hetta tíðarskeiðið er fólkatalið vaksið munandi harvið eisini talið av eldri fólki. Í 1998 var støðan munandi øðrvísi. Tá varð væntað, at miðallivialdurin fyri eitt nýføtt gentubarn var 81,4 ár og hjá einum dreingjabarni 75,1 ár. Vágs kommuna hevði hálva sættu millión krónur í avlopi í fjør. Inntøkurnar hjá kommununi vóru 7,5 milliónirkrónur størri enn mett varð í fíggjarætlanini. Inntøkurnar í fjør vóru 70,4 milliónir krónur. Vágs býráð samtykti í gjárkvøldið roknskapin fyri 2019. Vágs kommuna gjørdi íløgur fyri 7,4 milliónir krónur í fjør. Raksturin kostaði 56,3 milliónir krónur í fjør, ella 1,8 prosent meira enn í 2018. Í 2019 kostaði eldraøkið Vágs kommunu 18,3 milliónir krónur. Við árslok 2019 var nettoskuldin hjá Vágs kommunu 55,2 milliónir krónur, sum svara til 1,09 álíkning. Í fjør rindaði Vágs kommuna 3,6 milliónir krónur í lánum. Orsøkin til vøksturin í skuldini, er, sigur kommunan, at kommunan yvirtók Páls høll fyri 13,3 milliónir krónur og Marghøllina fyri 18,7 milliónir krónur. Heilsufrøðiliga starvsstovan sigur, at higartil er ikki staðfest, at matur og drekkivatn eru orsøk til smittu við koronuvirusi. Tí eru til dømis føroyskar fiskavørur tryggar at eta. Í gjár kom fram, at Kina innflytur ikki laks úr millum annað Føroyum í løtuni. Orsøkin til, at øll laksasøla er steðgað í Kina, er óttin fyri koronu. Tí krevja andstøðuflokkarnir, Vinstri, Danski Fólkaflokkurin og Sosialistiski Fólkaflokkurin, at myndugleikarnir leggja fram tøl, sum vísa, hvussu nógv verður svikað, skrivar DR. Hóast spurt er, so siga hvørki Nets ella Digitaliseringsstýrið seg hava nøkur tøl at vísa á, tá talan er um svikl við NemID. Digitaliseringsstýrið svarar DR, at talan er um løgreglumál, og tí er tað løgreglan sum hevur tøl, um tey finnast. Heldur ikki løgreglan sigur seg kuna svara spurninginum, sigur virkandi løgregluovastin, Roland Klein, tá DR spyr um støðuna. Men hann sigur so mikið, at slíkt svik hevur verið vaksandi seinastu árini. Tað ber ikki til, at eingi tøl finnast fyri svik av slíkum slag, og tí skal ráðharrin syrgja fyri, at myndugleikarnir sum hava ábyrgdina, elggja tøl fram, sigur Peter Skaarup, framsøgumaður í rættarmálum hjá Danska Fólkaflokkinum. Formaðurin í Rættarnevndini hjá fólkatinginum, Preben Bang Henriksen, úr Vinstra, er samdur. Hann sigur seg fara at spyrja fyrst fíggjarmálaráðharran og helst eisini løgmálaráðharran um svik við NemID. Nú eru meir enn átta milliónir fólk kring heimin smittað við koronu, vísa seinastu tølini frá Johns Hopkins Universitetinum. Av teimum eru 3,8 milliónir fólk frísk aftur, vísir uppgerðin. Í USA stendur ringast til, har eru 2,1 millión fólk smittað, síðani kemur Brasil við 888.000 og síðani Rusland við 536.000 smittaðum. Higartil eru 436.000 fólk deyð av sjúkuni, 33.000 fleiri enn tá sjey milliónir fólk vórðu smittað. Í USA eru meir enn 116.000 fólk deyð, í Brasil 44.000, og í Bretlandi 42.000 vísir uppgerðin. Eftir fólkatalinum eru flest deyð í Bretlandi,Italia og í Spania. Í Danmark eru 10,3 fólk deyð fyri hvørji 100.000 fólk og í Svøríki 47,8 fyri hvørji 100.000 fólk, tað er tað ringasta í Norðurlondum. Koronusjúkan byrjaði í Wuhan í Kina seinast í 2019, har eru 84.000 fólk smittað, men fá síðani í apríl. Nú hava myndugleikarnir aftur funnið 100 tilburðir av koronasmittu í Beijing, og av tí sama ávarar heimsheilsustovnurin, WHO, um eina nýggja bylgju av koronu. Nýsæland boðaði í farnu viku frá, at eingin var smittaður við korona, men í morgun boðaðu myndugleikarnir frá, at har eru tveir nýggir tilburðir skrásettir. Myndugleikarnir upplýsa, at talan er um fólk, sum hava verið í Bretlandi. Í mai vórðu flutt 22 tons av farmi loftvegis, 83 prosent minni enn í mai í fjør. Farmaflutningurin frá 1. januar til 1. juni í ár er 258 tons, 52,7 prosent minni enn í fjør. Posturin er ikki minkaður so nógv. Í mai í ár var enntá meiri postur enn í mai í fjør. Posturin var 22 tons í mai, 2,8 prosent meira enn í mai í fjør. Til 1. juni var minkingin bara seks prosent sammett við 2019. Býráðið samtykti síðst í januar at seta arbeiðsbólk at lýsa fíggjarligar fyrimunir og vansar fyri Tórshavnar kommunu at gera eina felags brennistøð saman við IRF, ella um tað framhaldandi skulu vera tvær brennistøðir í landinum. Býráðið hevur einmælt samtykt at játta 800.000 krónur til arbeiðið hjá arbeiðsbólkinum. Men av tí at talan er um eykajáttan skal ein viðgerð vera afturat í býráðnum. Nøkur tingmál eru eftir í nevndunum, millum annað hjálparpakki trý, eykajáttanarlógin og skattaði vinningurin, tá fiskirættindi verða seld. Tá tingfundurin endaði beint fyri klokkan hálvgum seks í gjárkvøldið, heitti Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, á nevndirnar um at skriva álit, so tey kunnu leggjast fram hósdagin Sáttmálar, sum eru gjørdir eftir, at fíggjarlógin fyri 2020 varð samtykt, kosta sjey milliónir krónur. Millum annað er lønarstigin broyttur í sáttmálum. Seks milliónir krónur kostar sáttmálin við sjúkrarøktarfrøðingarnar, 420.000 krónur krevur sáttmálin við Starvsmannafelagið, og sáttmálin við Serlæknafelagið kostar 510.000 krónur eyka. 4,1 millión skal brúkast til millum annað heilivág og rannsóknir í kanningarstovum. Trýstið á kommunulæknavaktina 1870 á Landssjúkrahúsinum er vaksið nógv meira, enn mett varð. Neyðugt er at seta fleiri fólk, og brúk er fyri 1,1 millión aftrat. Ólavur Gunarsson, formaður í Maskinmeistarafelagnum, sigur, at fundurin í dag, sum er settur at vara í tveir tímar, fer at snúgva seg um onnur viðurskifti enn sjálva lønina. M.a. skal ein sáttmáli gerast fyri maskinmenninar, sum skulu umborð í nýggja havrannsóknarskipið, Jákup Sverra, ið verður liðugur í summar. Kina gevst fyribils at innflyta laks, tí umleið 70 fólk hava fingið staðfest Covid 19 á einum matmarknaði í høvuðsstaðnum Beijing. Tá ásannaði Kasper Solberg, at tað ofta var trupult at googla seg fram til, hvussu føroyingar orða seg, tí nógv útlendsk leitiúrslit komu eisini við. Hann legði til merkis, at google hevði eina funku, har tað var gjørligt at forrita skipanina til bara at leita eftir føroyskum úrslitum. Starvið bleiv leyst, tá Mentamálaráðið fyri einum mánaði síðani gjørdi avtalu við stjóran í Vinnuháskúlanum, Wilhelm Petersen, um, at hann fór frá sum stjóri alt fyri eitt, og heldur fram sum lærari á Vinnuháskúlanum frá næsta skúlaári. Fortíðin er myrk. Anders og Benjamin, papp brøður, stríðast hvønn dag við traumatisku upplivingarnar við rúsevnum, alkoholi og hashi, í stórum mongdum. Dreymarnir eru eyðmjúkir. Eitt arbeiði ein tryggan gerandisdag. Fer tað at eydnast at venda gongdini Tað er sera týdningarmikið, at ein verjugarður verður gjørdur um okkara sjúku, eldru og veiku borgarar, ið eru millum tey sárbærastu, tá ið ræður um COVID 19. Í boðskapinum verður ásannað, at tað økir um smittuvandan, nú landamørkini verða latin upp, og tí er neyðugt at verja tey veikastu. Undir orðaskiftinum á tingi í gjár um at geva landsstýrismanninum í vinnumálum heimild at leingja fyribils lønarískoytisskipanina hjá ALS, bendi nógv á, at undirtøka er í tinginum fyri hesi heimild, hóast bæði ALS stýrið og landsstýrismaðurin eru ímóti. Hvat hendir tá ið tveir facebookfíggindar hittast andlit til andlits Tað testar Anna Thygesen, vertur, tá ið hon bjóðar úlvaeldhugaða Thomas Niels Thomsen, úr Keypmannahavn, til Vesturjútlands at drekka kaffi saman við Kjeld Nyhus Andersen, veiðimanni og úlvahatara. Orðaskiftið um úlvar er merkt av hóttanum, herverki og kenslum, og skjótt sær Anna Thygesen, at teir báðir menninir onga virðing hava fyri hvørjum øðrum. Vit hitta m.o. ein bónda, ið hevur mist meira enn 200 seyðir av úlvaálopi. Og eina mammu at trimum børnum, ið óttast úlvar. Óskilið byrjar, tá ið seks óargahundar og eigarar teirra, hittast fyrstu ferð til venjing heima hjá Maren Teien Rørvik, hundavenjara. Í einum pinkulítlum raðhúsarurtagarði í Tromsø hevur Line megnað at fáa tað, sum nógv urtagarðsfólk droyma um. Her eru bæði gøtur, pergola, vakstrarhús og vatn. Line og Heidi fara eisini í botaniska hava í Tromsø. Ingeborg Vinther, fyrrverandi forkvinna í Føroya arbeiðarafelag og stýrislimur í ALS í úti við 20 ár, ávarar nú politikararnar ímóti at leggja seg út í arbeiðsloysisskipanina. Vilja politikararnir áleggja ALS stýrinum, hvussu grunnurin skal rekast, kunnu teir tað sama yvirtaka skipanina, sigur Ingeborg Vinther. Heimildin at skjóta varð longd til 31. mai í ár, men nú er hon farin úr gildi, helst tí eingin hevur gáað um tað, sigur Sigert Patursson. Hann sigur, at bøndur hava roynt annan hátt at halda grágásini burtur, men tað munar einki. Tað besta er at skjóta, sigur formaðurin í Bóndafelagnum. Danska stjórnin er farin undir at leggja eina ætlan fyri, nær latast skal upp fyri fleiri londum, og hvørjar treytir skulu setast. Klokkan fýra fáa føroysku landsliðsspælararnir í hondbólti at vita, hvørji mótstøðuliðini verða í komandi undankappingini til evropameistaraheitið í Ungarn og Slovakia í 2022. Tey 32 londini eru býtt í fýra styrkisbólkar, og Føroyar eru styrkismettar í bólki fýra saman við Kosovo, Grikkalandi, Estlandi, Ísrael, Turkalandi, Italia og Finnlandi. Londini verða drigin í átta bólkar, og nummar eitt og tvey umframt fýra teir bestu av teimum, sum enda á triðja plássið, sleppa í endaspælið. Undankappingin byrjar eftir ætlan tíðliga í november. Tilmælið er framvegis, at vit ikki mugu savnast fleiri enn 100 fólk, og tað hevði helst verið mangt slíkt, um vit hildu grindina til, sigur Finnbogi Midjord, sýslumaður. Talan var um einar 20 hvalir. Síðani koronutilmælini um grindadráp komu, eru einar tíggjar fýra grindir sæddar, men ikki hildnar til, sigur hann. Ólavsøkuframsýningin í ár hevur Krúnan á verkið sum arbeiðsheiti. Vit hitta Anniku á Lofti, listakvinnu og filmsleikstjóra, sum er kurator. Í Gallarí Focus hitta vit Marionnu Norðoy, sum greiðir frá nýggju framsýning síni, sum millum annað hevur fleiri verk hjá Hanna Bjartalíð og Philippe Carr hangandi. Og so greiðir Kinna Poulsen frá nýggju framsýningini í Víngarðinum, har eitt fyri hana heilt serligt verk hjá Tórbirni Olsen er við. Føroyska manslandsliðið í hondbólti skal spæla ímóti Kekkia, Russlandi og Ukreina í undankappingini til evropameistaraheitið í Ungarn og Slovakia í 2022. Tað varð greitt eftir lutakastið fyri løtu síðani. Undankappingin byrjar eftir ætlan tíðliga í november. Nummar eitt og tvey umframt fýra teir bestu av teimum, sum enda á triðja plássi, sleppa í endaspælið. Tilsamans 20 av teimum 32 liðunum í undankappingini spæla seg í endaspælið. Tveir dystir skulu spælast í november í ár, tveir í mars 2021 og tveir um mánaðarskifti apríl mai 2021, skrivar Hondbóltssambandið. Ikki er greitt enn, hvar heimadystirnir hjá Føroyum skulu spælast. Men hvussu skal verjugarðurin laðast kring tey eldru og veiku, so koronasmittan ikki rakar tey. Tað royna kommunur og eldrasamstørvini kring landið nú at finna útav. Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum, og Naina Túgvustein, dygdarmennari í Heilsu og Umsorganartænastuni hjá Tórshavnar Kommunu. ALS Uppskotið at geva landsstýrismanninum í vinnumálum heimild at leingja um serliga lønarískoytisskipanina verður allarhelst samtykt í einum ella øðrum formi hóast ALS stýrið og landsstýrismaðurin í vinnumálum ikki meta tað er neyðugt. Luttakarar Eyðun Christiansen, Naina Túgvustein, Jóhanna við Streym, Malan á Reyni, Ingun Eidesgaard, Edvard Heen, Eyðfinnur Jacobsen, Ingeborg Vinther, Helgi Abrahamsen og Bjørt Samuelsen. Í gomlu kommunulæknaviðtaluni á Frúutrøð í Havn verða korona royndir gjørdar ídag. Tað eru starvsfólk, sum arbeiða innan eldraøkið í Tórshavnar Kommunu, sum skulu potast. Ingun Eidesgaard, eindarleiðari á heilsu og umsorganartænastuni í Tórshavnar Kommunu, óttast at verjugarðarnir kring tey eldru og veiku í samfelagnum sum síðstu vikurnar eru lækkaðir í tráð við at smittuvandin fór úr samfelagnum nú skulu lagast uppaftur. Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum, og Naina Túgvustein, dygdarmennari í Heilsu og Umsorganartænastuni hjá Tórshavnar Kommunu, vitjaðu á Breddanum ídag. Tey tosaðu um verjugarðin, sum nú skal laðast um tey eldru og veiku. Sendingin er at finna á breddanum til høgru. Evropeiska hondbóltssambandið EHF vil ikki loyva Føroyum at spæla heimadystirnar í Føroyum, tí eingin ítróttahøll lýkur altjóða treytirnar, sum verða settar. At Føroyar spæla heimadystirnar uttanlands hevur verið sær, at peningur manglar í, tí Hondbóltssambandið hevur meirútreiðslur av, at manslandsliðið spælur heimadystirnar í Danmark. Í desember fekk Hondbóltsamband Føroya 800.000 krónur til landsliðsvirksemi úr landskassanum fyri at lætta um fíggjarliga byrðuna, sum stóðst av at spæla heimadystirnar í Danmark í seinastu undankapping. Almennu Føroyar hava ikki skapt neyðugu umstøðurnar, so vit kunnu kappast á heimavølli í Føroyum. Tí eigur tað almenna aftur at spæla við hesaferð, sigur Hallur Danielsen frá Hondbóltssambandinum. Higartil hevur Jørgen Niclasen ongan iva latið vera um, at hann fer at vraka sáttmálan millum Starvsmannafelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið. Landsstýrismaðurin skuldi svara í dag, men hevur nú biðið Kommunala arbeiðsgevarafelagið um longda freist, og tað hevur hann fingið. Hóast myndevnini vóru einføld og lítillatin, so vísti Steffan Danielsen í sínum málningum, at hann hevði ein serligan ans fyri litbrøgdunum í føroysku náttúruni. Nólsoyingurin brúkti ein sermerktan grátónastíl, sum hevði dám av einum reinleika og frískleika og einum opnum sinni. Í sendingini hoyra vit eisini um Zacharias Heinesen úr Havn, sum í sínum málningum, leggur stóran dent á, at myndaflatan fær sítt egna yðjandi lív, har litfagrir litir renna saman í eina samljóðandi heild. Zacharias Heinesen var fyrsti føroyingurin, sum gekk á listaskúla í Íslandi. Arnold Vegghamar av Viðareiði málar eisini landsløg. Hansara málingastrok eru stutt og friðleys. Teir litsterku málningarnir eru á tremur við ógvusligum rørslum, sum hótta við at spreingja myndarammuna. At enda í sendingini hoyra vit um Tummas Arge úr Havn, sum upprunaliga var timburmaður. Hann fekk síðani útbúgving á listaakademiiunum í Keypmannahavn, men hann doyði einans 35 ára gamal. Málningarnir eftir hann fingu við sínum nýskapandi og listarliga dirvi stóran týdning fyri føroysku myndlistina. Tilmælið er framvegis, at vit ikki mugu savnast fleiri enn 100 fólk, og tað hevði helst havt verið mangt slíkt, um grindin varð hildin til, segði sýslumaðurin Finnbogi Midjord við útvarpið. Í gjárkvøldið var grindin kortini rikin inn á Sandágerð. Talan var um tilsamans 10 hvalir, og sendarar vórðu settir á hornið á fýra teirra. Hvalirnir vóru síðan riknir útaftur. 10.000 krónur verða latnar í virðisløn, 26.600 krónur fara til at gera lýsingarátak, tekst, grafikk og lýsing, og 45.000 krónur eru brúktar til lýsingarherferð á øllum teimum stóru tíðindaportalunum í tríggjar vikur. Meirvirðisgjald er ikki við í hesum prísum. Ætlanin er eisini at gera eitt felags búmerki fyri sjúkrahúsini og eina sniðhandbók um búmerkið. Hetta er mett at kosta 90.000 krónur. Men annar kostnaður er eisini. Stóra skeltið uttan fyri Landssjúkrahúsið skal skiftast. Verandi skelti har kostaði 100.000 krónur. Tað hava fýra tingmenn í Norðoyggjum, Jákup Mikkelsen, Frimodt Rasmussen, Beinir Johannesen og Steffan Klein Poulsen, fingið at vita frá Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni. Sambært Sjúkrahúsverkinum er ikki ætlanin at beina burtur brævbjálvar og annað prent, seingjarklæðir og búnar, tí nøvnini verða broytt. Broytingarnar koma, so hvørt nýtt prent og nýggj pløgg verða keypt. Vindorkan í Føroyum hevur gjørt, at 104.332 tons av olju eru spard og 344.296 tons av CO2 útláti. Tað sigur SEV í sambandi við, at altjóða vinddagur var mánadagin. SEV sigur, at, síðani 1993, tá farið varð undir skipaða vindorkuframleiðslu inn á netið hjá SEV, eru gjørdir nakað meira enn 485 megawatttímar úr vindi. Ein megawatttími er 1.000 kilowatttímar. Í løtuni verður vindorka gjørd í vindmyllulundunum hjá SEV í Neshaga og í Húsahaga og í Vestmanna hjá Vindrøkt. Vindmyllur eru á veg í Porkerishaganum, í Flatnahaga oman fyri Havnina og á Eiði. Fyrrapartin mánadagin vóru 71 umsóknir avgreiddar. Á middegi týsdagin í síðstu viku vóru umsóknirnar 67 á tali, so fýra eru komnar afturat í eina lítla viku. Stuðulin er nú tríggjar milliónir og 266.000 krónur. Flestu fyritøkurnar, 56 av teimum 71, siga seg hava mist millum 60 og 100 prosent av umsetninginum. Fyritøkurnar fáa stuðul til fastar útreiðslur, so sum húsaleigu, el, hita, rentur, trygging og fjarskifti. Tær kunnu fáa í mesta lagi 80.000 krónur um mánaðin. Umhvørvis og Vinnumálaráðið hevur spurt felagið hjá føroysku peningastovnunum, hvussu nógvar pengar, peningastovnarnir lata fara av landinum, tí teir síðani 2010 hava havt netbanka og aðrar gjaldsskipanir í Danmark. Svarið er ikki komið enn, sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, sum hevur svarað einum skrivligum fyrispurningi frá Høgna Hoydal, tingmanni. Ein arbeiðsbólkur hjá Uttanríkis og Vinnumálaráðnum gjørdi í 2016 eina forkanning um møguleikar fyri at taka peningastovnsskipanirnar heim aftur til Føroya. Einki umboð fyri peningastovnarnar var við í arbeiðsbólkinum. Og peningastovnarnir tóku heldur ikki undir við kostnaðarmetingunum ella niðurstøðunum hjá arbeiðsbólkinum. Hetta er ein av størstu lógum í søgu ríkisins. Lógin er yvir 600 síður, og í henni eru yvir 1100 greinir. Lógin, sum nú er galdandi í Føroyum, er frá 1988, og nógvar broytingar eru ikki gjørdar í henni síðani tá. Nick Hækkerup, løgmálaráðharri, sigur, at nýggja lógin tryggjar føroyingum eitt tíðarhóskandi politi og eina sterkari rættartrygd, tá revsimál verða viðgjørd. Fyrstu ferð flogmús varð skrásett í Føroyum var í 1987. Fleiri siga tó, at fyrsta flogmúsin varð sædd í Føroyum longu í fimtiárunum. Síðan aldarskiftið hevur tað verið styttri millum vitjanirnar, men seinastu fáu árini hevur flogmúsin verið at sæð á hvørjum ári. Í síðstu viku legði ein føroyingur eina mynd av eini flogmús, sum hann hevði sæð í Vatnsoyrum, á Facebook. Tað vísti seg, at fleiri onnur høvdu eisini borið eygað við flogmús ymsa staðni kring landið. Løgtingið fer skjótt í summarfrí og fær ikki stundir ikki at fremja neyðugu lógarbroytingina, so føroyskir bøndur sleppa at skjóta grágæs, sum teir hava gjørt seinastu seks árini. Ein maður í tríatiárunum er ákærdur fyri at hava roynt at koyrt á ein annan mann, sum stóð á einari gongubreyt í Klaksvik í fjør summar. Orsøkin til hendingina í Klaksvík í fjør summar var, sambært tí, sum kom í rættinum, okkurt, sum tann órættaði hevði sagt um tann ákærda á einum portali. Gongd verður nú sett á at skipa eina neyðtøkutilbúgving. Tað sæst í einum svari frá Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni í heilsumálum, til ein 52a fyrispurning hjá Sirið Stenberg, tingkvinnu fyri Tjóðveldi. Men hvussu fer ein slíkt tilbúgving at hjálpa teimum, ið hava verið fyri neyðtøku, og kann hon eisini hjálpa til at lyfta próvbyrðina í neyðtøkumálum. Broytingin ger, verður hon samtykt, at landsstýrismaðurin kann gera av, nær skeinkistøð lata upp og aftur og, hvussu nógv fólk kunnu vera inn. Heri Mortensen, framleiðslustjóri hjá SEV, sigur, at ein góðan dag framleiðir SEV streym úr vindorku til umleið helvtina av øllum sethúsum í Føroyum. Í Føroyum hava røddir eisini verið frammi um at fáa líknandi skipan.Tingmaðurin Djóni Nolsøe Joensen setti í februar ein fyrispurning um tað. Aðrar skipanir, til dømisstarvsmannalógin, sáttmálar á arbeiðsmarknaðinum og dagpengaskipanin, lofta foreldrum, sum syrgja, heldur hann. Men ætlanin er kortini at broyta barsilslógina, so greið heimild fæst at lata foreldrum pengar, tá barnið antin er deyðføtt ella doyr í barsilsfarloyvistíðarskeiðinum, sum eru 48 vikur. Bingerð Hjalmarsdóttir og Louisa Elisasen halda eisini fram sum nevndarlimir í tvey ár aftrat, og Elisabeth Eið Eliasen heldur fram tiltakslimur. Aðalfundurin samtykti eina viðtøkubroyting, sum ber í sær, at broytingar í fráboðanarfreist og formi kunnu bara gerast á aðalfundinum. Uppskotið varð einmælt samtykt Næstan 100 ára gamla tíðarritið Varðin hevur fingið nýggja ritstjórn. Tvær úr ristjórnini, Rakel Helmsdal og Sanna Klein koma á gátt í Nón. Orkestrið Aldubátan hevur 25 ár baki, og vit tosa við ein av stovnarunum, Ólav Jakobsen. Fyrsta FM í hálvum ironman verður hildið fríggjakvøldið á jóansøku í Vági. Og í gjár var Janus Rasmussen tilnevndur norðurlendsku tónlistavirðislønina. Vælkomin til Nón hendan mikudagin 17. juni, tá ið grannatjóðin Ísland heldur sín tjóðardag. Nýggjar leiðreglur eru nú galdandi fyri útisiglarar og arbeiðandi føroyingar, sum koma heim aftur til Føroya úr øðrum londum enn teimum, sum latið er upp fyri. Aðalmálið við skipanini er at gera tað lættari hjá hesum fólkum at lata seg kanna fyri COVID 19, tá tey eru komin heimaftur, sigur Heilsumálaráðið í tíðindaskrivi. Nýggju leiðreglurnar hava við sær, at heimkomnir útisiglarar og arbeiðandi føroyingar kunnu loysast úr heimauppihaldinum skjótari, við at lata seg kanna tvær ferðir. Sostatt verður heimauppihaldið fyri útisiglarar og arbeiðandi føroyingar stytt, tó er hetta treytað av, at hesi lata seg kanna skjótast gjørligt, eftir at tey eru komin heim, og aftur seks dagar eftir fyrstu kanning. Tað skulu ganga í minsta lagi fimm dagar millum fyrstu og aðru kanning. Ferðandi skulu lata seg kanna skjótast gjørligt helst sama dag, sum komið verður heim. Ferðandi kunnu seta seg í samband við kanningarstovuna Thetis fyri at verða kannað. Seks dagar eftir fyrstu kanning skulu ferðandi aftur lata seg kanna. Tað skulu ganga í minsta lagi fimm dagar millum fyrstu og aðru kanning. Øll fólk, sum nýliga eru komin til landið, eiga at vera serliga ansin og fylgja almennu tilmælunum um frástøðu og gott reinføri. Kennir tú teg sjúkan, skalt tú lata teg kanna beinanvegin. Koronakanningarnar verða gjørdar á kanningarstovuni hjá Thetis í Havn. Tann ferðandi rindar sjálvur fyri kanningina. Meir sæst um skipanina á heimasíðuni hjá Thetis. Landsstýrið mælir framhaldandi føroyingum frá at ferðast í onnur lond enn Danmark, Grønland, Ísland, Noreg og Týskland, skrivar Heilsumálaráðið. Gongd verður nú sett á at skipa eina neyðtøkutilbúgving. Tað framgongur í einum svari frá Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni í heilsumálum, til ein 52a fyrispurning hjá Sirið Stenberg, tingkvinnu fyri Tjóðveldi. Men á hvønn hátt fer hetta at hjálpa teimum, ið hava verið fyri neyðtøku og kann hetta hjálpa at lyfta próvbyrðina í neyðtøkumálum. Vit hyggja at núverandi støðu saman við serkønum á økinum. 5G Er 5G partur av týdningarmikla undirstøðukervinum Tað er ein spurningur, ið er vorði alsamt meira aktuellur seinastu mánaðirnar. Og hann hevur sett lítla føroyska samfelagið í Norðuratlantshavinum mitt í eitt stórpolitiskt stríð millum USA og Kina. Altinget og kinesiska fyritøkan Huawei skipaðu í vikuni fyri fundi í Keypmannahavn, har viðkomandi spurningurin bleiv viðgjørdur av leiðandi politikarum og vinnulívsfólkum. Kaj Joensen hitti fleiri av fyrilestrarhaldarunum aftaná fundin. Gransking og Korona Síðan korona kom til Føroyar hava fleiri granskarar fingið játtanir til granskingarverkætlanir, ið hava samband við farsóttina. Og tað tykist vera munandi lættari at fáa hendur á granskingarpengum enn vanligt, nú koronafarsóttin kann knýtast til ymisk evnir. Men hvat hava vit lært av Korona og hvat kann hendan vitanin brúkast til Luttakarar Magni Mohr, J gvan Páll Lassen, Katrin Kallsberg, Heri Andreasen, Torben Rune, Kenneth Frederiksen, Lars Bangert Struwe og Martin Lidegaard. Teir tríggir AWI bátarnir eru komnir til Ilulisat. Seinasta strekkið til Umannak og Upernavík er eftir at sigla. Hetta er ein ikki sørt vandafull ferð, tí bátarnir koma í nógvan ís og illveður. Móttøkan í Upernavík, ið er næst norðasta kommuna í Grønlandi, er stórfingin. Úr Upernavík og suður til Uamannak við grønlendskum útróðrarbáti, er sannur vandi á ferð, tá báturin steðgar upp fyri olju millum nógv stór ísfjøll. Ein minniligur og søguligur túrur er komin at enda. Sendingin varð fyrstu ferð send 10. januar 1999. Lagt til rættis Zacharias Hammer. Børn syngja í barnaútvarpinum. Vit eru við Streymin, í Frískúlanum í Havn, á Strondum, í Eysturskúlanum og í Tórshavnar Musikkskúla Sambært John Bolton, skal Donald Trump, forseti, hava heitt á kinesiska forsetan, Xi Jinping, um hjálp til at vinna forsetavalið í ár, skrivar Washington Post. Longu týsdagin bað umsitingin hjá Trump rættin um at steðga bókini, og nú kemur enn ein áheitan, meiri bráðfeingis áheitan til dómsvaldið við kravi um, at bókin fyribils ikki verður útgivin. Løgni John Bolton segði alt gott um meg, á skrift, til tann dagin eg segði hann úr starvi. Ein ónøgdur, keðiligur býttlingur, sum bara vildi hava stríð. Hann hevur ongantíð vitað nakað, gjørdist tómur og tíbetur vrakaður skrivar amerikanski forsetin, Donald Trump, á Twitter í dag. Svenska uttanríkisráðið strikar 30. juni ferðatilmælini fyri 10 lond í Evropa, sum vórðu sett í gildi í sambandi við koronufarsóttina. Sostatt kunnu sviar nú ferðast til Grikkaland, Kroatia, Spania, Italia, Portugal, Frakland, Ísland, Belgia, Sveis og Luksembourg, upplýsir svenski uttanríkisráðharrin, Ann Linde, á tíðindafundi. Tað er grundað á, at møguleiki er fyri at enda í sóttarhaldi ella at einki flogfar, tok ella bátur er, sum kann før teg heimaftur. Fólkaheilsumyndugleikin kann mæla fólki frá at ferðast til ávís øki, men soleiðis er ikki í hesum føri, sigur Linde. Linde hevur fyrr ávarað um, at norðurlendska samstarvið kann skalast av, at hini norðurlondini lata upp markið sínámillum, men halda Svøríki uttanfyri. Yvirskipað hevur ítrótturin mist 2,1 milliónir krónur í atgongumerkjasølu, 1,6 milliónir krónur í aðrari sølu, 3,3 milliónir krónur fyri tiltøk og 2 milliónir krónur í stuðli frá sponsorum. Røðarin helst seg vita, at talan var um eina lutfalsliga lítla móttøku, men tá hann kom í Norðurlandahúsið, vísti tað seg, at fleiri av landsins kosnu vóru á staðnum, og tað bleiv sent beinleiðis í útvarpinum. Í fíggjarætlanini 2019 varð roknað við 24,3 milliónir krónur í halli, so hallið er 3,6 milliónir minni enn mett varð, tá fíggjarætlanin varð samtykt. Inntøkan hjá Tvøroyar kommunu var 86,5 milliónir krónur í fjør, eina millión størri enn í 2018. Men íløgurnar vóru nógv størri í fjør enn í 2018. Eg veit ikki annað enn, at eg flyti upp saman við liðnum. Tað tykist sum venjarin trýr upp á meg, sigur Jóan Símun Edmundson, sum kom til Bielefeld á sumri í 2018. Hetta er ómetaliga stórt fyri felagið, og rómurin er øgiligur, sigur føroyski leikarin, sum nú helst verður fyrsti føroyingur í Bundesliguni. Tað er eingin loyna, at tað er eitt stórt lop upp til bestu deildina, men eg meti tó, at Arminia Bielefeld fer at standa seg væl. Okkara spæl riggar væl har, væntar Jón Símun Edmundson. Føroyingar hava kappast uttanlands við seyðahundum síðani ár 2000. Í 2017 endaðu Føroyar nummar tvey av 18 londum í kappingini Continental Sheepdog Championship. Tá hon fylti 100 ár, gav hon út fløguna Vera Lynn 100 við best umtóktu sangum sínum. Og fløgan gjørdist nummar trý á Topp 10 listanum. Barna og ungdómspsykiatriin hevur verið í stórari menning seinnu árini. Talið á børnum og ungum, sum leita sær hjálp, er nógv vaklsið, og viðgerðartilboðini eru fleirfaldað. Eitt nú varð eitt dagtilboð sett á stovn í fjør, har viðgerð og greining av fer fram. Samstundis er stórur tørvur á at veita barna og ungdómspsykiatriskar tænastur á stovnum, sum á ymsan hátt taka sær av teimum børnum og ungum, ið eru útgreinað og sett í viðgerð á Psykiatriska deplinum, skrivar heimasíðan hjá Landssjúkrahúsinum. Fyristilla okkum, deilvíst, inntil víðari, áðrenn hendan dato, alt annað líka, gott við góðum innputtum, tað er av erfaring, í tí dagliga, tað er ein útfordring, íoyrafallandi, klárlagt, risikoin, tað útartar seg og avhengur av. Ein lurtari hevur sent Málteiginum ein lista yvir fremmandaorð og orðingar, sum viðkomandi hevur hoyrt í loftmiðlum eitt ávíst tíðarskeið, og so eru uppskot um, hvussu hetta kundi verið sagt. Fyristilla okkum og ímynda okkum. Deilvíst og partvíst. Vendir fløguni um og vendir fløguni við. Inntil víðari og fyribils. Fløgan er ávegis og á veg. Áðrenn hendan dato og dagin. Reglar og reglur. Tekur brillur uppá og fer í brillur. Alt annað líka og ber ífylla. Merkir annars tá ið allar aðrar fortreytir eru óbroyttar. Gott við góðum innputtum, hugskotum, íblástur, íkast. Kekka tað út. Kekka hann út. Kanna eftir. Líða á tríggjar røður og lurta eftir trimum røðum. Flyta fram røðu og halda røðu. Flutti fram røðu og helt røðu og gav hann teimum tað, hann hevði og og hann gav teimum tað, hann hevði. Øvugt orðarað. Tað hoyrir bara heima í spurningum, ella fyri at leggja heilt serligan dent á eitthvørt. Øll hesi menniskju og fólk Dagligdagur og gerandisdagur. Hoyra nærri um og hoyra meira um hvat sker á tí frontinum og hvat hendir. Tað er av erfaring og av royndum. Í tí dagliga og í gerandisdegnum. Slikka sól og sleikja sól, sóla sær. Við síðurnar av og við síðuna av. Samtaluforløb og samskiftisgongd, gongdin í samrøðuni, sum samrøðan gekk. Vit hava tiltrúgv til og vit líta á. Venja seg til og venja seg við. Fylgdur til jarðar og fylgdur til gravar. Nakrantíð skjótt og onkuntíð skjótt. Opna uppaftur og lata uppaftur. Stadivekk og enn, framvegis. Áðrenn eg var í forvegin og áðrenn. Siga til hann og siga við hann. Opning og upplating. Við endanum av og við endan av fullari megi og fullari ferð. Glaður um og glaður fyri. Tað er ein útfordring og avbjóðing. Vágoyggin og Vágar. Yvirveyilsi og hugsan, grundan, umhugsan. Íoyrafallandi og ljóðar væl. Í dagligdegnum og gerandisdegnum. Antal og tal. Tilbakaleggja og leggja aftur um seg. Uppteljara og ein, sum telur upp. Vágoy og Vágar. Eftir tíðindafundinum í dag og eftir tíðindafundin. Lata grensirnar upp og mørkini. Opna og lata upp. Sum týðir uppá og sum bendir á. Klárlagt og lýsa, greina, gera greitt, greiða frá. Fyriganga og gongur fyri seg, hendir, fer fram. Opningini og upplatingini. Í fall at og um so er verður, at risikoin og vandin, vágin. Taka hædd fyri og hava í huga, við fyriliti fyri. Sønderjyllandi og Suðurjútlandi. Testa av og roynt. Hava in mente og minnast til. Vanligvís og vanliga. Vissi ið og um vit. Treytirnar fyri testini og royndini. Kenna seg yvirsæddar og lopnar um, gloymd. Tað útartar seg og hvussu tað fer at verða. Reddað og bjargað. Lukka og lata aftur. Avhengur av og veldst um, treytað av. Tað vigtigasta og týdningarmesta. Í Føroyum verður mett, at á leið 1200 børn og ung vaksa í upp í heimum, har rúsur er ein trupulleiki. At vit øll skuldu halda okkum innandura, tá korona herjaði, merkti at fleiri av hesum børnunum vóru serliga útsett bæði tí summi ikki kundu luttaka í teimum tilboðunum, sum vanliga lætta um teirra gerandisdag, og tí tey ikki vórðu avlastaði av skúla, frítíðarítrivum og øðrum familjulimum. Á Bláakrossi merkja tey eina øking av fólkum, sum venda sær til teirra. Fyrsta stigið er, at vit fáa sett orð á tey tingini sum eru trupul, siga tey á Bláakrossi Bláikrossur hevur nógvar hjálpartænastur, men um vit vilja røkka tørvinum sum er í løtuni, so krevur tað vælvild og fígging frá landsins myndugleikum, sigur Dakko Petersen, aðalskrivari. Tað er eisini sera umráðandi at vit, sum eru rundanum familjurnar, hjálpa til, sigur Alisa Hammer, fyribyrgingarleiðari. Tað kann vera trupult fyri børn at siga frá, tí tey eru bangin fyri hvørjar avleiðingarnar eru. Tí skulu vit sum medmenniskju hjálpa familjum og børnum at fáa hjálp. Tað arbeiðið varð seinkað, og tí sigldi Sam ikki til Syðradals í morgun, sigur Jóhan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari hjá Strandferðsluni. Yvirskipaða treytin í upplatingini er, at latið verður upp fyri teimum londum, sum hava færri enn 20 smittað fyri hvørjar 100.000 íbúgvar. Tað hevur Uttanríkis og mentamálaráðið biðið Mentanarnevndina hjá løgtinginum gera púra greitt í uppskotinum um stuðul til listafólk, tónleikafestivalar og almannagagnligar felagsskapir í sambandi við Covid 19. Í uppskotinum stendur, at treytin fyri at fáa stuðul er, at avlýstu tiltøkini av praktiskum ella fíggjarligum orsøkum ikki kunnu haldast seinni í 2020. Nú er orðingin um almannagagnlig tiltøk gjørd neyvari, so almannagagnligur felagsskapur, sum hevur eitt vinnuligt tiltak, fær ikki stuðul. Støðan í samfelagnum verður ikki tann sama eftir 30. juni, sum hon var í mars, tá tíðaravmarkaða covid 19 stuðulsskipanin varð sett í verk, og tí eigur hon ikki at verða longd til 31. august, sum ætlanin er. Tað sigur stýrið fyri ALS í viðmerkingum til ætlanina um at heimila landsstýrismanninum í kunngerð at leingja skipanina, og áseta reglur um ongan stuðul í uppsagnartíð og áseting av skiftisreglum. Stýrið fyri ALS heldur, at tað var rætt at seta skipanina á stovn í mars, tí støðan var ótrygg av koronavirusinum. Men stýrið heldur ikki, at samfelagið er í somu kreppustøðu tann 30. juni, og tí eigur skipanin ikki at verða longd. Niðurstøðan er, at fleiri fólk enn neyðugt verða hildin føst í serligu lønarískoytisskipanini, har starvsfólk eru í starvi hjá einum arbeiðsgevara, sum ikki hevur arbeiði til teirra. Arbeiðsloysisskipanin vísir kortini ikki aftur at umsita eina stuðulsskipan eftir 30. juni, um landsstýrið vil tað, men tað er treytað av, at ein slík skipan er einfaldari at umsita enn verandi koronuskipan, og at hon ikki krevur ov stóra orku at umsita, men kann fremjast á ein einfaldari og talgildari hátt. Stýrið heldur, at frægasta loysnin hevði verið ein refusiónsskipan, sum endurrindar arbeiðsgevarum tann partin av lønini, sum sambært lóg gevur rætt til stuðul. Ein slík skipan kann eins væl umsitast av landinum sjálvum, til dømis Taks. Ein onnur loysn er, at ALS rindar fólki eina fasta upphædd, eftir sama leisti, sum ALS í dag rindar arbeiðsloysisstuðul, uttan møguleika fyri mótrokning av aðrari inntøku. Ein triðja loysn kann vera at brúka vanligu arbeiðsloysisskipanina sum leist, sum hevur við sær, at ALS skrásetur eina ávísa lógásetta upphædd, sum so kann verða skerd við øðrum inntøkum, men við teirri treyt, at tey, sum hava rætt til lønarendurgjald, sjálvi fara inn á sjálvgreiðsluna hjá ALS at upplýsa aðra møguliga inntøku, tey hava havt í útgjaldsskeiðnum, og sum skal mótroknast í lønarendurgjaldinum. Uttan mun til, hvør loysn verður vald, so er tað sera umráðandi, at tað er púra greitt, hvørji fólk verða fevnd av eini slíkari skipan. Tað ber ikki til hjá ALS at meta um, hvørt persónur er fevndur av skipanini ella ikki. Tað má eitt nú arbeiðsgevarin gera, og tá er tað avgerandi, at ALS kann líta á, at upplýsingarnar frá arbeiðsgevara eru eftirfarandi og álítandi. ALS hevur ikki møguleika fyri at eftirkanna, um upplýsingarnir frá arbeiðsgevaranum eru eftirfarandi, og tí má rættleikin av hesum upplýsingum váttast av øðrum myndugleika. Tað er eisini umráðandi, at tað er púra greitt, hvørjar fyritøkur eru fevndar av hesi skipanini, sigur stýrið fyri ALS millum annað í skrivinum til løgtingið. Tað ber ikki til at fáa hetta váttað, sigur Jóan Pauli Joensen, professari, sum sjálvur er vaksin upp í Sørvági, men sannlíkindini fyri tí eru stór, sigur hann. HB KÍ, 3 3 1 0 Daniel Johansen, 8 minuttir. 1 1 Jóannes K. Danielsen, 28 minuttir. 1 2 Patrik Johannesen, 30 minuttir. 2 2 Jógvan Rói Davidsen, 56 minuttir. 2 3 Jonn Johannesen, 58 minuttir. 3 3 sjálvmál, 73 minuttir. B36 NSÍ, 1 1 1 0 Sebastian Pingel, 3 minuttir. 1 1 Petur Knudsen, 67 minuttir. Víkingur ÍF, 1 2 0 1 Gundur Petersen, 60 minuttir. 0 2 Uros Stojanov, 73 minuttir. 1 2 Finnur Justinussen, 80 minuttir. Skála TB, 0 2 0 1 Ndende Adama Gu ye, 60 minuttir. 0 2 Poul Ingason, 90 2 minuttir. AB EB Streymur, 1 1 1 0 Janus Svabo Samuelsen, 40 minuttir. 1 1 Niklas Kruse, 90 1 minuttir. HB KÍ, 3 3 1 0 Daniel Johansen, 8 minuttir. 1 1 Jóannes K. Danielsen, 28 minuttir. 1 2 Patrik Johannesen, 30 minuttir. 2 2 Jógvan Rói Davidsen, 56 minuttir. 2 3 Jonn Johannesen, 58 minuttir. 3 3 sjálvmál, 73 minuttir. Frá leygardegnum tann 27. juni skulu øll ferðandi kannast. Hetta verður eisini galdandi fyri allar føroyingar, búsitandi í Føroyum, ið hava verið uttanlands, sigur Løgmansskrivstovan í dag. Ein høvuðsorsøk til, at enn fleiri kanningar skulu gerast, er, at tað verður møguligt bæði hjá føroyingum at ferðast í enn fleiri lond og hjá ferðandi úr fleiri londum at koma til Føroya. Danska stjórnin hevur boðað frá, at markið verður latið upp fyri øllum ES limalondum, londunum í Schengen samstarvinum og Bretlandi. Ein treyt er kortini, at smittutalið í londunum er lítið minni enn 20 smittað fyri hvørjar 100.000 íbúgvar um vikuna. Nú mørkini fyri ferðandi til og úr Føroyum verða latin enn meira upp, er tørvur at kanna enn størri. Tí hava vit tikið stig til, at øll, sum koma til Føroya, skulu kannast, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður. Frá leygardegnum 27.juni til fríggjadagin 10.juli verður ókeypis at lata seg kanna, tá ið tú kemur til Føroya, men frá leygardegnum 11.juli skulu ferðafólk sjálvi rinda fyri kanningina. Ferðandi til Føroya kunnu eisini í næstu viku lata seg kanna á flogvøllinum í Vágum. Kanningartilboðið er ætlað teimum, sum ikki hava havt møguleikan at tryggja sær eina negativa covid váttan í teimum londunum, tey koma frá. Tað eru føroysku kanningarstovurnar, Thetis og Amplexa, sum í felag standa fyri kanningartilboðnum, og tey ferðandi rinda sjálvi fyri kanningina í tíðini til 27. juni. Kostnaðurin er 390 krónur. Tey ferðandi kunnu vænta sær drúgvari bíðitíð, tá ið tey koma til landið, og heitt verður á øll ferðandi um at fara í heimauppihald, til tey hava fingið svar upp á kanningina. Oddaliðið KÍ og B36, sum hevur tikið tey flestu á bóli og framvegis er ósigrað, bresta saman í toppdysti í Gundadali í kvøld. Føroyameistararnir úr Klaksvík hava fult stigatal, nú fýra umfør eru spæld. B36 er á øðrum plássi, men hevur bert vunnið ein dyst higartil. ÍVB og NSÍ Tveir aðrir dystir eru í Betrideildini við kvinnum í kvøld. ÍF Víkingur B68 tekur ímóti NSÍ, og HB skal á vitjan hjá EBS Skála. Dystirnir millum KÍ og B36 og EB Skála og HB eru klokkan 19, og ÍVB og NSÍ spæla klokkan 20. Vit skifta eisini orð við tveir av aktørunum í ferðavinnuni í Suðuroy, nevniliga Miriam Jannit Norðberg og Therese Thuridardóttir Kreutzman. Neptun er eitt kent navn í Vági, í Suðuroy og um alt landið. Og maðurin handan listarnavnið er Niels Petur Nolsøe. Vit tosa við Neptun um yrkingar, nýggjársveitslur og ymiskt annað. Nýggja ritstjórnin fer at leggja seg eftir, at Varðin skal endurspegla alt lista og mentanarumhvørvið í Føroyum, sum tað er her og nú. Tær halda, at eitt nútíðarmál og ein nútíðarmentan eiga at hava eitt dygdar mentanarrit. Tað er ikki nóg mikið, at mentanartíðindi finnast á netinum í stuttlívaðum netmiðlum, men eisini í pappírsformi, har tað verður ein partur av okkara mentanarsøgu. Shahin Gaini, adjungeraður lektari í infektiónsmedisini, hyggur aftur tíðina við korona. Hann nýtir høvið at hyggja kritiskt eftir tí serfrøði, sum vit stuðla okkum uppat í slíkum kreppustøðum. Samrøðan tekur støði í framløguni Jørðina runt í 80 dagar frá Wuhan til Tórshavn , sum Shahin Gaini helt á almenna evnisfundinum um COVID 19, sum Fróðskaparsetrið skipaði fyri í Kongshøll í gjár, mikudagin 17. juni. Tað var ein varin byggivinna, ið trein inn í 2020. Aftaná fleiri ár við nógvum virksemi vóru ymiskar ábendingar um, at tey næstu árini ikki fóru at vera eins góð. Óvissan botnaði í tí, at hóast fleiri av teimum heilt stóru verkætlanunum, so sum Skúlin á Fløtum, Skúlin á Skúlatrøð, havnarútbyggingin hjá Tórshavnar havn, útbyggingar hjá SEV og nýggju hotellini vóru um at vera lidnar, hómaðist munandi færri nýggja verkætlanir. Útlini vóru kortini góð, tí nógva virksemi seinnu árini høvdu ført við sær, at aðrar minni verkætlanirnir bíðaðu. Men so kom Korona og einki var sum áður. Og í nýggjastu ársfrágreiðingini hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag, verður víst á, at hóast nógv virksemið enn er í byggivinnuni, so hava koronatiltøkini skapt eina stóra óvissu um framtíðarútlitini. Vit viðgera støðuna við aktørar í vinnuni, Maritu Rasmussen, stjóra í Vinnuhúsinum, og Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum. Koronaskúlin Tá ið skúlarnir kring landið bráddliga lótu aftur í mars mánaði, bleiv øll undirvísing til fjarundirvísing. Katrin av Kák, námslektari í sernámsfrøði á Námsvísindadeildini á Setrinum, hevur gjørt eina kanning millum næmingar í fólkaskúlum og miðnámsskúlum um koronaskúlan . Kanningin var eitt spurnarblað, sum 562 næmingar svaraðu og 14 samrøður vóru so gjørdar eisini. Katrin av Kák kom á gátt í útvarpsstovuni saman við Yngvu Sigurdsdóttir Lamhauge, sum gongur í 9. flokki í Eysturskúlanum. Álit á fakligu serfrøðina Hvat eru tað fyri autoritetir, sum taka alvorliga feil. Og hvat eru tað fyri heilsufaklig atlit sum vit stóla blint uppá men sum seinni vísa seg eisini at fjala útyvir samfelagslig og búskaparlig atlit Hetta eru millum spurningarnar, ið Shahin Gaini, yvirlækni í infektiónssjúkum, viðgerð í nýggjari gransking. Luttakarar Katrin av Kák, Yngva Sigurdsdóttir Lamhauge, Jørgen Niclasen, Marita Rasmussen, Sjúrður Holm, Stein Olvur Petersen og Shahin Gaini Gjørt sendinga hava Marin Eidesgaard, Jón Brian Hvidtfeldt og Hallur av Rana Teknikari var Øssur Egholm og redaktørur var Hallur av Rana Men tað er treytað av, at almennu tilmælini verða broytt, so skeinkistøðini kunnu hava opið til klokkan 2, og at tey fáa endurgjald, um landsstýrismaðurin brúkar heimildina. Skeinkistøðimi, sum hava undirskrivað hoyringarskrivi eru Glitnir, Irish Pub, Tórshøll, Basecamp, Loca, Jomfrúbakkin, Sirkus, Luux, Essabar, Taboo, Blábar, Bassalt og Haps. Ókendar leiðir er heitið á fyrstu soloútgávuni við Rana Nolsøe. Tíggju sangir á føroyskum máli eru á fløguni, ið er tikin upp yvir eitt trý ára tíðarskeið í ymiskum upptøkuhølum í Føroyum, millum annað Studio Bloch, Studio Mike, Introvers Studio og Stíggja Studio. Rani hevur gjørt øll løgini, og skrivað flestu tekstirnar sjálvur, men Emil Simonsen, Sámal Jacob Debes Olsen, Finnbogi Ísakson, Margr t Jónsdóttir og Randi Leivsgarð hava eisini havt ein tíðandi leiklut í tekstunum á fløguni. Tey eru ikki øll, sum fegnast um, at dyrnar til Føroya verða settar upp á víðan vegg. Norðoya Eldraráð sigur, at tey eldru hava rindað ein stóran prís og Sverri Steinhólm, sjúkrahúsprestur sigur, at korona hevur, óbeinleiðis, verið orsøk til fleiri deyðsføll. Trupulleikarnir við rúsevnisøkinum eru vaksandi. Tað sigur løgreglan, sum sigur seg kenna til, at ungar kvinnur selja seg fyri rúsevni. Í hesum innslagnum hoyra vit søguna hjá einari dulnevndari kvinnu, sum livdi í umhvørvinum fyri 10 árum síðani. Og vit skulu ávara um ógvusligan málburð í hesum innslagnum, sum er óhóskandi fyri børn. Hava fólk brúk fyri neyðtelefonini 112, er umráðandi, at tey eru tøk á síni egnu telefon, so til ber hjá Alarmsentralinum at fáa fatur á teimum aftur. Tíðir eru ikki ásettar millum at boðað verður frá og til hjálpin skal vera frammi, men tað skal vera so skjótt sum gjørligt, sigur vaktleiðarin á Alarmsentralinum. Er okkurt at rætta, snýr tað seg ofta um, hvussu boð eru givin ella móttikin, sigur Sunleiv Højgaard, sløkkiliðsleiðari, og ein teirra, sum situr í bólkinum, sum eftirmetir neyðtelefonina 112. føroysk sending frá 1988 Sendingin um Jóhonnu Joensen, bóndakonu á Skælingi, varð fyrstu ferð send í des. 1988. Bert 18 ára gomul giftist hon við Jákupi Joensen, sum júst hevði fest garðin á Skælingi. Tey eiga fýra børn. Tá ið hon var 58 ára gomul og hevði verið bóndakona í 40 ár, tekur dóttirin við garðinum og skal føra tað víðari, sum foreldrini løgdu lunnar undir. Í sendingini sigur Johanna Joensen m. a. frá, hvussu tað var at lívbjarga sær á avbyrgdum plássi, har einki vegasamband var til umheimin. Upptøka og sett saman Bjarni Rubeksen. Lagt til rættis Dagny Joensen. Skamt frá Vágseiði er Múlagjógv, og um einar tvær vikur kann farast í rennistrongi frá Múlanum og yvir um gjónna, og tá hongur tú í leysari luft einar 40 50 metrar omanfyri vatnskorpuna. Tað er Ítróttarháskúlin, ið hevur tikið stig til og stendur fyri verkætlanini, og verður hetta eitt av mongu tilboðunum til næmingarnar, eins og hetta eisini verður eitt tilboð til ferðafólk. Tú kanst hoyra samrøðuna við Øssur Debes Eiriksfoss og Jóni Brandsson Kristiansen her Fíggjarnevndin tekur undir við uppskotinum hjá landsstýrinum um at skatta kapitalvinning hjá útlendingum, sum búgva í øðrum landi. Búnin hjá Prest Heina, sum gjørdist maskotturin hjá bretum, verður nú sýndur fram í nýggju hølunum hjá Krígssavninum í SOR bygninginum. Fólk, sum hava verið uttanlands, verða biðin um ikki at vitja fólk í ellisheimum, røktarheimum ella í sambýlum, fyrr enn 14 dagar eftir, at tey eru komin til Føroya. Somu reglur eru galdandi, um fólk hava verið til tiltøk, har smittuvandin er stórur, ella tey hava havt samband við fólk, sum koma úr útlondum. Í apríl metti Fíggjarmálaráðið, at hallið í ár kundi verða millum 800 milliónir og 1,5 milliardir krónur, sum avleiðing av koronu. Fíggjarmálaráðið metti eisini, at hallið næsta ár kundi verða 500 milliónir krónur Helgi D. Michelsen, leiðari á Fornfrøðideildini á Tjóðsavninum, greiðir frá, at hetta øki leingi hevur verið áhugavert í fornfrøðiligum høpi. Tíðarfestingarnar vórðu gjørdar í einum samstarvi millum Tjóðsavnið, Moesgaard museum í Aarhus og A. Mickiewicz University í Poznan í Pólandi. Hetta ger fornfrøðiliga útgrevsturin á Velbastað sera forkunnugan og týdningarmiklan fyri okkara fatan av, nær og hvussu Føroyar vórðu kristnaðar. Hervið er staðfest, at fólk hava búleikast niðri á Bakka longu tíðliga í víkingaøld, men í miðøld fluttu tey longur niðan, har bygdin nú er. Brimið hevur máað tað mesta av elstu búsetingini burtur, og í bakkanum síggjast nú bert leivdir eftir búseting, eitt nú øska og brent malargrót. Granskarar vita bara um fýra myntir sum hendan. Eisini varð ein gátuførur gyltur krossmerktur fingurringur úr silvuri funnin, ið granskarar ikki hava sæð líkan. Tey meta, at ringurin stavar frá evropeiska meginlandinum í tíðini millum umleið 1050 og 1250. Hesir gripir kunnu upplivast í framsýningini hjá Tjóðsavninum í Brekkutúni. Mentanarlandsløgini kring toftirnar eru skrásett í 3D við dronu, og lendið er skannað við georadara ella GPR Ground Penetrating Radara . Meirilutin í Vinnunevndini, Bjørt Samuelsen, Johan Dahl, Henrik Old, Bjarni Hammer, Beinir Johannesen og Bjarni Kárason Petersen, mælir frá at samtykkja uppskotið hjá landsstýrismanninum í vinnumálum, sum hevur biðið um at heimild at steingja ella avmarka upplatingartíðirnar á skeinkistøðum, og hvussu nógvir gestir kunu vera. Hvat er aktiv og passiv deyðshjálp Skal eg sjálv gera av, nær eg vil fara Er tað ein mannarættur í siviliseraðum samfelagi, ella skulu vit altíð velja lívið, tí vit hava øll eitt egið virði Kann eg krevja, at onnur skulu hjálpa mær at at fara úr lívinum Deyðin er natúrligur partur av lívinum og tí skal lívið ganga sína gongd, til tað endar, ella er tað meiri mansømiligt at steðga líðingini og soleiðis enda lívið Umhvørvis og vinnumálaráðið er júst komið við einum uppskoti um at broyta kunngerðina um at innflyta hundar, kettur og gitnaðarevni. Uppskotið hevur til endamáls at tryggja, at góða djórasjúkustøðan í Føroyum verður varðveitt. Men fyri fólk, ið venja og kappast við seyðahundum uttanlands, merkir tað, at tey ikki sleppa at ferðast aftur og fram við hundunum. Um tað ikki ber til at ferðast við seyðahundi til kappingar, verður lagnan ikki blíð, heldur Tóki Berg Mikkelsen, formaður í Eysturoyar seyðahundafelag. Millum annað fer áhugin fyri at venja seyðahund, og tá minkar vitanin um seyðahundavenjing eisini so við og við. Tí heldur Tóki, at hetta fer at ávirka nógvar bøndur í framtíðini. Hvørja ferð ein hundur kemur úr útlondum, so økir mann um vandan fyri, at ein sjúka kemur inn, sum ikki finst í Føroyum frammanundan. Har eru fleiri sjúkur í okkara grannalondum, sum mann ikki hugsar um, sum ikki eru í Føroyum. Tað eru eisini sjúkur, ið ikki bert raka hundar, men eisini seyð, onnur djór og nakrar av sjúkunum raka eisini fólk. Um vit fyrst fáa sjúkuna til landið, so sleppa vit ikki av við tær aftur. Tí vilja vit forða fyri, at nøkur smitta kemur til Føroya, sigur Birna Mørkøre, landsdjóralækni. Full semja var ikki millum landslæknan og farsóttarnevndina um tilmælið, sum varð latið landsstýrinum, tá loyvt bleiv at ferðast til Týsklands, Bretlands og Noregs og til Føroya úr hesum londum 15.juni. Men hann sigur í telduposti til stjóran á Løgmansskrivstovuni dagin eftir, at hann hevur viðmerkingar um tað, sum nevndin bleiv samd um. Lars Fodgaard Møller sigur, at hann heldur, at allir føroyingar og onnur, sum koma uttaneftir, og skulu til arbeiðis á einum stovni ella í einum skúla, skulu kannast fyri koronu, áðrenn tey fara til arbeiðis. Tveir dagar eftir fundin skrivar landslæknin í telduposti til Heilsumálaráðið, at hann mælir til tíggju daga sóttarhald, tó uttan at kalla tað sóttarhald. Gingið illa fíggjarliga Okkara hevur bryggjað í tíggju ár, men illa hevur gingist fíggjarliga. Roknskapurin fyri 2019 er ikki almannakunngjørdur enn. Í nýggjastu ársfrásøgnini hjá Okkara, sum er frá 2018, ásannaði leiðslan í bryggjarínum, at hóast munandi framgongd í søluni í 2017, 2018 og 2019, so hevði felagið stórar avbjóðingar fyri framman, og at ein týðandi óvissa var tengd at framtíð felagsins. Ein 34 ára gamal føroyingur er í rættinum í Randers dømdur sjey ára fongsulsrevsing fyri at hava framt kynsligan harðskap móti trimum gentum, sum vóru 10 13 ára gamlar. Men tað var ikki fyrr enn gentan gjørdist varug við, at løgreglan kannaði málið við hinum báðum gentunum, at hon greiddi frá, hvat maðurin hevði gjørt við seg. Undir kanningunum er løgreglan komin fram á fleiri aðrar tilburðir við kynsligum harðskapi, millum annað á sjónbondum, sum eru funnin heima hjá manninum. 34 ára gamli føroyingurin er dømdur sjey ára fongusl, hann hevur fingið forboð fyri at vitja í heimum, har børn eru, og børn sleppa ikki at vitja hann. Tann 27. juni verður latið upp fyri munandi fleiri londum í Evropa, og tað hevur við sær, at øll, sum koma til Føroya, skulu kannast. Nú er greitt, at kommunurnar fara í rættin við Fíggjarmálaráðnum í trætuni lønarsáttmálan, sum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið skrivaðu undir herfyri. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, fekk freist til í dag at koma við einum svari, men landsstýrismaðurin jhevur biðið kommunurnar um fund í næstu viku í staðin. Vit taka 100 prosent undir við Kommunala arbeiðsgevarafelagnum, sum nú ætlar sær í rættin við Fíggjarmálaráðnum, tí landsstýrismaðurin í fíggjarmálum vil ikki góðkenna sáttmálan, sum KAF og Starvsmannafelagið gjørdur fyrst í hesum mánaðinum. Flogfarið kemur í flotan, hóast Atlantic Airways er sera meint rakt av koronukreppuni, men tey í leiðsluni hava ikki mist mótið, tí nú gongur framá aftur. Flogfarið skal flúgva á Danmarkar og Íslandsleiðini, sum enn eru einastu lond, sum flogið verður til, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways Hini flogførini hjá felagnum hava navn eftir kendum listafólkum, og tað fær nýggja flogfarið eisini. Navnið verður avdúkað á facebook, upplýsir Jóhanna Bergi, stjóri. Felagið Einmalt hevur javnan whiskysmakkingar, og vanliga verður whisky drukkið fyri seg. Men hetta vikuskiftið snýr tað seg um at hava whisky aftur við matinum. Jákup Sumberg fer matgera, og borðreitt verður við whisky aftur við matinum. Til grillmat heldur Ronnie Thomassen, formaður í Einmalt, at tað riggar best við kraftigum, royktum whisky aftur við. Whisky riggar eisini væl til ræst kjøt, heldur hann, men tá skal tað vera whisky, sum er sherrylagrað. Ronnie vitjaði vikuskiftissendingina. Hann tvíheldur um, at tað er brot á hansara rættartrygd, tí eingin lógarheimild finst fyri hesari rættarskerjing. Og Jógvan Páll Lassen mælir øðrum til at gera tað sama. Myndugleikarnir hava skyldu til at gera tingini rætt, og tí mugu teir fara í løgtingið og fáa hest heimild, áðrenn teir gera seg inn á rættartrygdina hjá fólki, átalar hann. Fólk hava sjálvandi møguleikan at halda seg burtur frá Føroyum, men koma tey til Føroya, so verður tað kravt av teimum, at tey skulu lata seg kanna. Galdandi epidemilóg í Føroyum gevur okkum heimild til at tvangskanna fólk, sambært Sundhedsstyrelsen, sigur Michael Boolsen, fúti. Føroya Bjór yvirtekur nu Okkara. Eitt tíggju ára gamalt bryggjarí, sum enn ongantíð hevur givið yvirskot. Roknskapurin hjá Okkara fyri 2019 er ikki almannakunngjørdur enn. Men í 2018 hevði Okkara 600.000 krónur í halli, og eginognin var minus 2,8 milliónir krónur Í 2017 var hallið slakar 2,3 milliónir krónur. Munandi framgongd hevur tó verið í søluni seinastu árini. Spurnartekin verður nú sett við, um Føroyar veruliga vórðu kristnaðar umleið ár 1000, sum higartil hildið. Tí útgrevstur niðri á Bakka á Velbastað gevur sterkar ábendingar um, at kristin fólk búðu í Føroyum longu um ár 900. Tað staðfestir Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hóast Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hóttir við at draga Fíggjarmálaráðið í rættin í trætuni um lønarsáttmálan. Fíggjarmálaráðið gjørdi eina meting av sáttmálanum, og tann metingin er ikki broytt, sigur Jørgen Niclasen, sum vísir á, at sáttmálin ikki avspeglar, at koronakreppan hevur elvt til eina fíggjarkreppu í landinum. Bæði Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið halda, at landsstýrismaðurin hevur lógarskyldu til at taka undir við sáttmálanum, tí tað eru kommunurnar, sum eiga samráðingarrættin. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur eina aðra fatan. Sum búskaparstøðan í Føroyum er júst nú, so eiga limir hjá Starvsmannafelagnum, sum arbeiða hjá kommununum, ikki at fáa somu løn, sum starvsfólk hjá tí almenna. Lønarmunurin má rættast upp seinni, heldur landsstýrismaðurin. Koronavirusið hevur broytt seg í Norðurjútlandi, og smittar bæði fólk og minkar, skrivar Berlingske. Tað er kortini ógreitt, um minkarnir hava smittað fólkini, ella um fólkini hava smittað minkarnar. Smittan hevur havt við sær, at meir enn 50 fólk av hvørjum 100.000 fólkum eru smittað í kommununi, skrivar blaðið. Talan er um fólk í einum eldrasambýli. Nýtt slag Anders Fomsgaard, yvirlækni, sigur við TV2, at sama slag smitta er funnin hjá fólkunum og hjá minkunum. Hetta slagið av virus er ikki at finna aðrastaðni í Evropa, sigur yvirlæknin. So talan er neyvan um smittu, sum er komin úr øðrum londum, sigur hann. Leiðarin fyri almannaskipanina í Hjørring, Leif Serup, upplýsir, at 32 starvsfólk á eldrasambýlinum eru send heim, tí tey hava korona, og fimm hava tekin um korona. 13 búfólk hava eisini fingið staðfest korona. Fyrrverandi stjórin í Serumstovninum, Nils Strandberg Pedersen, sigur við DR, at gongdin í Hjørring greitt vísir, at eingin veit hvussu koronavirusið kann broytast. Og tað vísir eisini, at ein sum fær virusið, kann smitta nógv onnur, leggur hann aftrat. Endamálið er at flyta kloakkskipanina burtur frá móttøkustøð, sum verður tikin í brúk í heyst, sigur Poul Klementsen, borgarstjóri í Sands kommunu. Fleiri lógaruppskot blivu endaliga samtykt á løgtingi í gjár, eftir at samtykt varð at víkja frá øllum tíðarfreistum og viðgerðarstigum, so at 2. og 3. viðgerðir kundu avgreiðast sama kvøld. Sostatt kundi løgtingið í gjár samtykkja fleiri uppskot, ið høvdu samband við støðuna við Covid 19. Skjótastu viðgerðina fekk uppskotið til eykajáttingarlóg, ið ein samd vinnunevnd legði fyri tingið í gjár. Uppskotið snúði seg um at landskassin endurrindar ALS 20 milliónir krónur, ið er metti kostnaðurin av at leingja COVID 19 stuðulsskipanina í ALS til 31. august. Uppskotið bleiv lagt fram í gjár og bleiv samtykt bæði við 2. og 3. viðgerð við 20 atkvøðum fyri, ongari ímóti og einari blankari. Og við fíggingini upp á pláss samtykti løgtingið eisini at leingja um skipanina til 31. august, hóast ALS stýrið, landsstýrismaðurin í vinnumálum og Fakfelagssamstarvið hava mælt frá tí. Vinnunevndin mælti kortini til nakrar broytingar, ið eisini blivu samtyktar. Harímillum, at tað ikki longur er loyvt fyritøkum at siga fólki upp, meðan tey eru í koronuskipanini. Arbeiðsgevarin skal sostatt sjálvur gjalda fulla løn í uppsagnartíðini. Hjálparpakki 3 samtykur Hjálparpakki 3, ið er stuðul til ferðavinnufyritøkur fyri fastar útreiðslur í sambandi við COVID 19, bleiv eisini samtyktur. Ein samd vinnunevnd fekk kortini broytt uppskotið hjá landsstýrismanninum í vinnumálum soleiðis, at stuðulstíðarskeiðið verður longt frá 30. juni til 31. august 2020. Harumframt bleiv lógaruppskotið um at eftirgeva Framtak lán, ið er partur av hjálparpakka 3, eisini samtykt. Stuðul til mentan Og listafólk, tónleikafestivalar og almannagagnligir felagsskapir kunnu nú eisini fáa endurgjald í sambandi við COVID 19. Tí eisini tað uppskotið bleiv samtykt við 2. og 3. viðgerð í gjár. Ymiskar broytingar blivu kortini gjørdar í uppskotinum hjá landsstýrismanninum í mentamálum. Millum annað bleiv tíðarskeiðið listafólk kunnu fáa stuðul úr skipanini longd við tveimum mánaðum, hámarkið fyri stuðul til tónleikafestivalar bleiv hækkað út 75 til 85 prosent av útreiðslunum í sambandi við fyrireikingina av festivalinum og minstamarkið fyri mista inntøku hjá almannagagnligum felagsskapum, ið er treytin fyri at fáa stuðul, varð minkað úr 100.000 krónum niður í 50.000 krónur. Og eykajáttanarløgtingslógin fyri juni 2020 varð eisini samtykt við 13 atkvøðum fyri, einari ímóti og seks blonkum. Aftur í nevnd Eitt uppskot, sum ikki bleiv samtykt í gjár, var uppskotið til at geva landsstýrismanninum í vinnumálum heimild at avmarka upplatingartíðirnar hjá matstovum og skeinkistøðum. Ein meiriluti í vinnunevndini við tingfólkum úr bæði samgonguni og andstøðuni mæltu frá at samtykkja uppskotið, meðan Christian Andreasen var einsamallur í minnilutanum, ið mælti til at samtykkja uppskotið. Sostatt bendi nógv á, at uppskotið fór at falla, men áðrenn tað kom til atkvøðugreiðslu legði Christian Andreasen uppskot fram um at beina málið aftur í nevnd. Og tað bleiv samtykt við 14 atkvøðum fyri og 12 ímóti. Tingfundur verður aftur mánadagin klokkan 15, tá framløga er á skránni. Tað var so mikið tjúkt í mjørka í høvuðsstaðnum í gjár, at neyðugt var hjá tyrluni at seta seg nærhendis Velbastað, tá hon skuldi flyta ein sjúkling á Landssjúkrahúsið. Tað var um tvey tíðina í gjár, at MRCC fekk fráboðan um, at eitt fólk hevði tørv á hjálp. Viðkomandi var saman við øðrum í haganum nærhendis Kvívík, tá hann kendi seg illa. Boð vórðu send eftir tyrluni, ið tá var stødd úti í Mykinesi. Tað eydnaðist at fáa mannin umborð á tyrluna, men á veg suður til Havnar sást, at har var tjúkt í mjørka. Tí varð gjørt av at lenda í Fossdali við Velbastað, har sjúkrabilur tók móti manninum og flutti hann á Landssjúkrahúsið. Rescue Ziska Boð vóru eisini eftir bjargingarbátinum Rescue Ziska í gjár. Tað var ein bátur, ið var uppsteðgaður 2 fjóðringar úr Mjóvanesi, ið tørvaði hjálp. Rescue Ziska sleipaði bátin til Leirvíkar. Pál Weihe, professari í fólkaheilsu, sigur, at støðan, sum nú er í Danmark, hevur við sær, at koronavirusið er ímillum okkum, og tí er alneyðugt at virða tey tilmælini sum eru, og ikki loyva stórum tiltøkum í summar, sum savna nógv fólk. Kortini heldur hann tað vera rætt at lata mørkini upp, men tað er skilagott, at øll, sum koma til landið, verða kannað, sigur hann. Kjakast verður um ovurnýtslu av fartelefonum, pausu í parlagnum, arbeiðsfelaga við autismu, viðkomandi evnið til pisurøður og um javnstøðu í samband við vegaskelting. Sendingin í dag er eitt bland av nýggjum og nakað eldri sangum. Vit hoyra um amerikanska sangaran og sangskrivaran Hailey Whitters, sangskrivarafelaga hennara, Lori McKenna og írska countrysangaran Nathan Carter, sum hevur útgivið tveir vælgerandi sangir undir koronastongslinum. Í løtuni er eingin føroyingur staðfestur smittaður við coronasmittuni. Tað staðfestir Landslæknin, aftaná at 127 kanningar vórðu gjørdar í gjár. Samlaða talið av kanningum er nú 11.943. Í alt hava 187 føroyingar fingið staðfest coronasmittuna, og allir 187 eru staðfestir frískir. Eingin nýggjur smittutilburður er staðfestur í Føroyum síðani 22. apríl. Sostatt hevur eingin fingið staðfest smittu í teimum seinastu 5.673 kanningunum. Tað upplýsir Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, í svari til ein 52a fyrispurning, ið Uni Rasmussen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, hevur sett um, hvussu nógv heimleys liggja á teimum trimum sjúkrahúsunum. Landsstýrismaðurin upplýsir, at seinastu trý árini eru tilsamans 19 borgarar skrásettir sum innlagdir á teimum trimum sjúkrahúsunum longur enn neyðugt, tí onki heim var at útskriva til. Fyrivarni skal kortini takast fyri, at summar deildir ikki hava havt skipaða skráseting fyrr enn nú, og tí kann veruliga talið vera nakað hægri. Í miðal liggja heimleysu borgararnir á sjúkrahúsi í 76 dagar aftaná, at viðgerðin er liðug. Tann sum hevur verið innlagdur longst, eftir at viðgerðin varð liðug, var innlagdur í 361 dagar. Vertíðin eftir svartkjafti er við at vera av á hesum sinni, nøkur skip eru givin, og eru farin at rigga til at fara á makrelveiðu í august. Nøkur skip royna kortini fravegis eftir svartkjafti, og í fyrradagin vóru 8 skip á svartkjaftaveiðu, upplýsir Fiskiveiðueftirlitið. Skipini hava havt loyvi at landa uttanlands, og higartil eru góð 75.000 tons seld uttanlands, í Íslandi, Noreg, Danmark og í Írlandi. Tað er ikki óvanligt, at skip goyma kvotu av svartkjafti, og so fiska svartkjaftin seinni í ár, í november ella desember, tá svartkjafturin fer suðureftir aftur. Tá er hann betri fyri enn hann er nú. Boð vórðu send eftir Brimli um ellivu tíðina fyrrapartin í gjár, og Brimil fór at toga Norðborg til lands um átta tíðina í gjárkvøldið. Norðborg landar lýsi og fiskamjøl í Fuglafirði, og síðani fer Brimil at toga hana til Klaksvíkar, har frysti fiskurin verður landaður. Skiparin á Norðborg, Hans Klakstein, sigur, at teir halda, at maskinskaðin er so mikið stórur, at tað kann fara at taka drúgva tíð at gera hann aftur. Samgongumenninir í nevndini, Magnus Rasmussen, Bill Justinussen og Jákup Mikkelsen, hava skrivað sín part av álitinum, og hann fingu andstøðufólkini í nevndini hósdagin. Onkrar broytingar eru í álitinum hjá samgonguni, men hvørjar, tær eru, vil Magnus Rasmussen, formaður í Fíggjarnevndini ikki siga. Vinnunevndin miðar eftir at leggja nýtt álit í málinum, nær skeinkistøð skulu hava opið, fram á tingfundinum seinnapartin í morgin. Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, hevur skotið upp, at landsstýrismaðurin i vinnumálum skal fáa heimild at gera av, nær skeinkistøð skulu hava opið, og hvussu nógv fólk kunnu vera inni. Málið fór aftur í nevnd fríggjadagin, eftir uppskoti frá Christiani Andreasen, samgongutingmanni, sum var einasti limur í nevndini, sum mælti til at geva landsstýrismanninum heimildina. Nógvur fótbóltur er á skránni í bestu fótbóltsdeildini bæði hjá kvinnum og monnum í dag. Í Betrideildini við monnum eru fýra dystir í dag. KÍ tekur ímóti Skála, B36 vitjar ÍF, TB tekur ímóti AB, og Víkingur vitjar EB Streym. Dystirnir í Klaksvík og Fuglafirði byrja klokkan 15. Í Trongisvági verður byrjað klokkan 15.15, og í Streymnesi ljóðar fyrsta bríksl klokkan 17.00. Spenningur við Løkin Í Betrideildini við kvinnum er ein dystur longu spældur. HB vann 2 0 í grannauppgerðini móti B36. Ása Stórá Carlsen skeyt annað málið fyri HB, og hitt var sjálvmál. Í dystinum millum EBS Skála og ÍVB var hálvleikstøðan 1 0 til ÍVB. Við Løkin skal NSÍ royna at steðga góðu gongdini hjá KÍ, sum hevur fult stigatal á fyrsta plássi. Tann dysturin byrjar klokkan 15. Ein bilførari, sum var á veg oman eftir Hvítanesvegnum, oman fyri Hoydalar, klokkan trý korter til fýra í nátt misti tamarhaldið á bilinum, sum millum annað rakti eitt skelti á einari oyggj á vegnum. Okkurt um 200 metrar eru eftir at bora, og mánadagin 6. ella týsdagin 7. juli verður seinasta skotið latið av í Hvalbiartunlinum, skrivar in.fo. Hvalbiartunnilin er hálvan triðja kilometur langur. Harumframt eru 2,3 kilometrar av vegi hvalbiarmegin og 1,4 kilometrar trongisvágsmegin. Jákup Petur Eliassen vann føroyameistaraheitið í ironman, sum var í Vági um vikuskiftið. Hann svam, rann og súkklaði teinin upp á 5 tímar, 10 minuttir og 17 sekund. Á øðrum plássi var Andrass Joensen við tíðini 05 24 54, og nummar trý var Áslakur Nesá. Luttakararnir svumu fyrst 1900 metrar, síðan súkklaðu teir 90 kilometrar og til seinast runnu teir 21.1 kilometrar í miðbýnum í Vági. Magni Jóhansen vann Ironman Kappast var eisini í Ironman. Ta kappingina vann Magni Jóhanson við tíðini 02 28 30. Jens Mortan Rasmussen var nummar tvey og Torleif Thorleifsson endaði á triðja plássi. Hjá kvinnunum vann Astrid Joensen við tíðini 03 14 52, og Anida Johannesen endaði á øðrum plássi. Eisini kappast á styttri teinum Í sprint, sum er 750 metur svimjing, 20 kilometrar súkkling og 5 kilometrar renning, vann Magni Jóhansson Hansen við tíðini 01 10 00. Jóhanna Egholm vann hjá kvinnunum við 01 31 17. Og í mini, sum er 400 metur svimjing, 10 kilometrar súkkling og tríggjar kilometrar renning, vann Fischer Eliassen við tíðini 00 49 52. Hjá kvinnum vann Jóhanna Ólavsdóttir við 00 49 52. Upprunaliga kravið hjá Fíggjarligum støðufesti var, at danski staturin skuldi fáa 250 milliónir krónur í endurgjaldi fyri tap, tí bankin sum heild varð rikin á skilaleysan hátt, og, at leiðsla bankans sjálv hevði ikki hildið sínar skyldur í seks stórum fíggingarmálum. Endurgjaldið tódnaði tó niður í 28,6 milliónir krónir, tá Eystari landsrættur feldi dóm í oktober í 2018. Og tveir av teimum seks vórðu tá fríkendir. Fíggjarligt støðufesti fór eisini í Hægstarætt, men við teimum seks Eik monnunum, eisini teimum báðum, sum vórðu frídømdir í Eystara landsrætti, og sakarkravið er framvegis tað sama, 250 milliónir krónur. Síðani koma Norðoyggjar við 45 smittaðum, 21 í Eysturoynni, 12 í Vágum, 11 í Norðstreymi og í Sandoynni og Suðuroynni vóru samanlagt trý smittað. Og sum vant verður endað við einum orðaskifti um støðuna í danska ríkinum, einari afslutningsdebat, sum danir kalla hetta orðaskiftið. Orðaskiftið byrjar við einari frágreiðing frá Mette Frederiksen, forsætisráðharra, um innanríkispolitikk og um uttanríkispolitikk. Fólkatingsfundurin byrjaði klokkan átta okkara tíð. Jarðskjálvtin um nátturðatíð sunnukvøldið varð mátaður til 5,8, og er triði, harði jarðskjálvtin hetta vikuskiftið, skrivar íslendska kringvarpið. Mette Frederiksen viðgongur eisini, at tað kanska var at gera í so nógv av, tá bann beinanvegin varð sett fyri at vitja øll eldri fólk á ellis og røktarheimum. Ein nýggj ávaringarskipan verður nú ment, so tilbúgvingin er betur fyri, tekur smittan aftur dik á seg í Danmark, segði danski forsætisráðharrin eisini í Fólkatinginum fyrr í morgun. Hann leggur aftrat, at hann er vaksin upp í 90unum, og tær mongu stóru balladurnar, sum vóru frammi tá, hava ávirkað tónleikaliga. Endamálið við virðislønini er at gera vart við veðurlagsavbjóðingar og veðurlagsloysnir í øllum samfelagnum sum heild, serliga í útbúgvingarhøpi. Virðislønin skal eggja til arbeiði við burðardyggum loysnum í skúlanum og samfelagnum. Virðislønin verður latin einum skúla, ið hevur skarað framúr í arbeiðinum at geva børnum og ungum áhuga fyri og innlit í veðurlagsavbjóðingar og loysnir á veðurlagsavbjóðingum. Virðislønin verður latin árliga. Vinnandi skúlin fær eitt heiðursbræv, Veðurlagsprógv , og 25.000 krónur. Peningurin skal í mestan mun fara til at arbeiða víðari við veðurlagsavbjóðingum. Í ár gjørdist vinnarin Eysturskúlin í Havn. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna, hevur sagt, at umframt myndugleikarnar skulu tey, sum arbeiða í heimatænastuni og í eldrarøktini, vera við í endurskoðanini. Innantanna Anna er ein friðarligur hundur, sum hevur loppur. Hon er granni hjá Túsundbeininum Súna, sum stríðist og strevast við at arbeiða og at halda skil á øllum beinunum. Tá ið Innantanna Anna hevur fingið skerm um hálsin fyri at koma loppunum til lívs, fer hon brádliga at tosa, og tað dámar henni als ikki. Hon og Túsundbeinið Súni fara út at leita eftir orsøkini til, hví hon er farin at tosa, og á ferðini hitta tey mangar løgnar skapningar Og tá kann alt henda. Oddfríður Marni Rasmussen skrivaði og hann lesur bókina. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2009. Innantanna Anna er ein friðarligur hundur, sum hevur loppur. Hon er granni hjá Túsundbeininum Súna, sum stríðist og strevast við at arbeiða og at halda skil á øllum beinunum. Tá ið Innantanna Anna hevur fingið skerm um hálsin fyri at koma loppunum til lívs, fer hon brádliga at tosa, og tað dámar henni als ikki. Hon og Túsundbeinið Súni fara út at leita eftir orsøkini til, hví hon er farin at tosa, og á ferðini hitta tey mangar løgnar skapningar Og tá kann alt henda. Oddfríður Marni Rasmussen skrivaði og hann lesur bókina. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2009. Innantanna Anna er ein friðarligur hundur, sum hevur loppur. Hon er granni hjá Túsundbeininum Súna, sum stríðist og strevast við at arbeiða og at halda skil á øllum beinunum. Tá ið Innantanna Anna hevur fingið skerm um hálsin fyri at koma loppunum til lívs, fer hon brádliga at tosa, og tað dámar henni als ikki. Hon og Túsundbeinið Súni fara út at leita eftir orsøkini til, hví hon er farin at tosa, og á ferðini hitta tey mangar løgnar skapningar Og tá kann alt henda. Oddfríður Marni Rasmussen skrivaði og hann lesur bókina. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2009. Innantanna Anna er ein friðarligur hundur, sum hevur loppur. Hon er granni hjá Túsundbeininum Súna, sum stríðist og strevast við at arbeiða og at halda skil á øllum beinunum. Tá ið Innantanna Anna hevur fingið skerm um hálsin fyri at koma loppunum til lívs, fer hon brádliga at tosa, og tað dámar henni als ikki. Hon og Túsundbeinið Súni fara út at leita eftir orsøkini til, hví hon er farin at tosa, og á ferðini hitta tey mangar løgnar skapningar Og tá kann alt henda. Oddfríður Marni Rasmussen skrivaði og hann lesur bókina. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2009. Innantanna Anna er ein friðarligur hundur, sum hevur loppur. Hon er granni hjá Túsundbeininum Súna, sum stríðist og strevast við at arbeiða og at halda skil á øllum beinunum. Tá ið Innantanna Anna hevur fingið skerm um hálsin fyri at koma loppunum til lívs, fer hon brádliga at tosa, og tað dámar henni als ikki. Hon og Túsundbeinið Súni fara út at leita eftir orsøkini til, hví hon er farin at tosa, og á ferðini hitta tey mangar løgnar skapningar Og tá kann alt henda. Oddfríður Marni Rasmussen skrivaði og hann lesur bókina. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2009. Fýra menn, sum vóru í leiðsluni hjá Eik Bank Danmark, skulu ikki gjalda Fíggjarligum støðufesti 28,6 milliónir krónur í endurgjaldi. Hægstirættur sigur, at leiðslan, stjórn og nevnd, í Eik Bank Danmark er ikki endurgjaldsskyldug í samband við tvey lán hjá bankanum. Hægstirættur hevur tí staðfest avgerðina hjá Eystari landsrætti um tað eina lánið, men broytt avgerðina hjá Landsrættinum um hitt lánið. Tað kostaði Fíggjarligum støðufesti góðar 15 milliónir og 225.000 krónur í sakarmálskostnaði hjá teimum seks monnunum, sum vóru í stjórn og nevnd hjá Eik Bank Danmark. Hægstirættur sigur eisini, at í egnum sakarmálskostnaði í Eystari landsrætti skal Fíggjarligt støðufesti gjalda 2,5 milliónir krónur afturat tí, sum higartil er goldið. Grindamenn og aðrir føroyingar, ið vilja drepa grind, mugu brynja seg við toli, tí forboðið móti grindadrápi verður ikki tikið av enn. Eitt dagtilboð til minnisveik er longu í Skotarók í Havn, har pláss er fyri átta fólkum. Higartil hava fólk úr Eysturoynni og Norðoyggjum koyrt til Havnar. Føroya Lærarafelag mælir til at skipa tilbúgving, sum tekur við, tá ið lærarar verða sjúkrameldaðir av strongd og øðrum, ið hevur við sálarliga arbeiðsumhvørvið at gera. Lærarafelagið arbeiðir nú við mannagongdum og vegleiðing, og í felagnum ætla tey at brúka hetta árið og 2021 at arbeiða miðvíst við sálarliga arbeiðsumhvørvinum. Kirkjukórið Ljómur Takkarljóð á vármorgni Orð NePtuN Lag K.Olsen 1997 Gev mær. NePtuN týddi J.Sibelius 1865 1957 Handan firru fjallarøðir NePtuN Th. Laub 1852 1927 Kirkjukórið Ljómur Morgunstund. Jens Kjeld Jensen, náttúrufrøðingur, heldur, at veðurlagsbroytingar eru orsøkin til, at so nógv lærlitt loðmýggj, sum kyktið eitur, er at síggja. Kári Johannesen er uppvaksin á Norðtoftum og býr her framvegis. Hann sigur, at tá hann var smádrongur vóru tey trý børn, sum nærum vóru javngomul. Tey komu ikki saman við øðrum børnum fyrr enn tey fóru í skúla í Norðdepli. Kári sigur, at vistnaður seiður og turrur seiður var umráðandi fyri húsarhaldið á Norðtoftum. Og tunnlarnir norður um fjall, sum komu í sekstiárunum, broyttu nógv. Tá fingu tey samband við umheimin, men samstundis hvarv felagslívið sum hevði verið. Umframt Kára, verður á hesum túrinum eisini tosað við Jovinu Johannesen, Elmar Krosstein, Albert Johannesen, Birgit Johannesen, Sofus Frederiksen og Sonna Frederiksen. Kona Kára, Jovina Johannesen, arbeiðir á smoltstøðini á Norðtoftum og tað hevur hon gjørt í meira enn 30 ár. Hon sigur, at tað er spennandi at fylgja við fiskinum frá tí hann kemur úr egginum. Jovina sigur, at hon hevur ofta verið einsamøll í bygdini, tá maður og børn hava verið burtustødd. Men tað ger henni ikki mun, hóast nógvar huldusøgur eru á Norðtoftum. Klaksvíkingurin Elmar Krosstein hevur einasta festið á Norðtoftum. Tað er eitt lítið festi við 24 áseyðum, umframt at hann hevur níggju í ogn. Elmar sigur, at tann ið gongur á fjall á Norðtoftum, skal ikki hava hæddarræðslu, tí her er bratt. Norðtoftir varð fyrstu ferð nevnd á skrift í 1600 talinum. Hann heldur, at navnið hevur samband við, at bygdin var avtofta tá svartideyði var umleið 1350. Upprunaliga varð bygdin bara rópt Toftir. Í 1880 vóru flest fólk á Norðtoftum. Tá búðu 28 fólk í bygdini. Í 1800 vóru 19 fólk í trimum húskjum og í 1900 vóru 26 fólk í seks húskjum. Nú er er sum sagt eitt húski við trimum fólkum. Í hesum døgum verður stórarbeiði gjørt á Norðtoftum, tí smoltstøðin hjá Bakkafrost verður nógv útbygd. Norðtoftamaðurin Albert Johannesen, sum er varaleiðari á smoltstøðini, sigur, at rúmmetrarnir á støðini økjast úr 5.300 upp í 17.500 rúmmetrar. Endamálið er at veksa um framleiðsluna og at hava smoltið longri á landi og harvið minka um vágan fyri sjúku. Birgit Johannesen er seinasta barn, ið er uppvaksið á Norðtoftum. Hon hevur lisið búskap í Týsklandi og býr nú í Havn. Birgit sigur, at hon hevði ein spennandi og hendingaríkan uppvøkstur á Norðtoftum, hóast hon bara hevði ein beiggja at spæla við. Hon heldur tað vera keðiligt, at fólk ikki vita hvar Norðtoftir er. 85 ára gamli Sonne Frederiksen, sum hevur verið nógv á Norðtoftum, eigur nú bóndahúsini hjá Sofusi pápabeiggjanum og hann leggur stóran dent á at varðveita tað gamla í húsinum. Sonne greiðir frá pápabeiggjanum, sum varð mettur at vera ein orginalur. Um heystið varð seyðurin altíð flettur í køkinum hjá Sofusi. Tað var ein serligur hugni og higar komu nógv fólk tá flett varð, sigur Sonne. Hægstirættur sigur, at leiðslan, stjórn og nevnd, í Eik Bank Danmark er ikki endurgjaldsskyldug í samband við tvey lán hjá bankanum. Hægstirættur hevur tí staðfest avgerðina hjá Eystara Landsrætti um tað eina lánið, men broytt avgerðina hjá Landsrættinum um hitt lánið. Og tað kostaði Fíggjarligum støðufesti góðar 15 milliónir og 225.000 krónur í sakarmálskostnaði móti teimum seks monnunum, sum vóru í stjórn og nevnd hjá Eik Bank Danmark. Hægstirættur sigur eisini, at í egnum sakarmálskostnaði í Eystara Landsrætti skal Fíggjarligt støðufesti gjalda 2,5 milliónir krónur afturat tí, sum higartil er goldið. Kommunala Arbeiðsgevarafelagið fyrireikar nú stevning móti landsstýrismanninum í fíggjarmálum í sambandi við lønarsáttmálan á kommunala arbeiðsmarknaðinum. Sambært Torkili V. Rasmussen, løgfrøðingi, hevur Kommunala Arbeiðsgevarafelagið eina góða sak. Kanningarhátturin er tann sami, sum WHO viðmælir og er eftirmettur í samstarvi við Novo Nordisk og Ríkissjúkrahúsið. Vit vóru við, tá royndirnar av ferðafólki, sum komu seinnapartin, vórðu kannaðar. Hvørki Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkin, ella Christian Andreasen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, halda seg hava ein trupulleika, hóast teir eru nevndarlimir í privatu fyritøkunum, Amplexa og Thetis, sum landsstýrið hevur biðið gjørt koronukanningar fyri seg. Privatu fyritøkurnar byrja at gera koronukanningar á flogvøllinum leygardagin 27. juni. Jenis av Rana, landsstýrismaður í Uttanríkismálum, vil ikki gera samrøðu um hetta málið, men hann segði við útvarpið hjá Kringvarpinum fyri viku síðani, at hann ætlar sær at taka støðuna hjá føroyingum úti í heimi upp við danska uttanríkisráðharran í næstum. Fyri millum 200 og 250 krónur fyri hvørja kanning, ber til hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni at kanna ferðafólk fyri korona. Hetta er næstan helvtarprísur samanborið við privatu kanningarstovurnar. Hetta er ein av broytingunum, sum meirilutin í Fíggjarnevndini, samgongumenninir Magnus Rasmussen, Jákup Mikkelsen, Bill Justinussen og Kristin Michelsen í Sjálvstýri, hevur um lógaruppskotið um at skatta vinning, tá veiðirættindi verða seld. Álitið hjá Fíggjarnevndini kom í gjár. Onnur viðgerð verður í morgin. Meirilutin í Fíggjanevndini sigur, at ansast má eftir, at skattingin ikki verður so høg, at hon fer at forða fyri, at rættindi verða seld og soleiðis forða fyri dynamikki í vinnuni. Meirilutin sigur, at sambært lógaruppskotinum skulu feløg, sum selja, hava rætt at draga goldnan serskatt frá, tá vanliga skattskyldan verður gjørd upp. Men hetta skal broytast soleiðis, at feløg fáa ein frádrátt í sjálvum felagsskattinum svarandi til 18 prosent av nettovinninginum frá søluni. Minnilutin í Fíggjarnevndini, Aksel V. Johannesen í Javnaðarflokkinum, Kristina Háfoss í Tjóðveldi og Ruth Vang í Framsókn, mælir staðiliga til at fella uppskotið. Minnilutin staðfestir, at lógaruppskotið er als ikki búgvið at seta í verk og kann verða til skaða fyri fiskivinnuna og føroyska samfelagið. Minnilutin mælir tí landsstýrinum til at taka málið aftur. Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, í svari til Sirið Stenberg, løgtingskvinnu, sum spurdi um trygdina og tilbúgvingina á flogvøllinum, nú fólk eru uppsøgd har. Vága floghavn hevur sagt upp 20 fólkum. Uppsagnirnar ávirka ikki trygd og tilbúgving á flogvøllinum, sigur Jørgen Niclasen. Hann sigur, at Vága floghavn hevur mett um flogferðsluna fram til árslok 2021. Ikki ber til at siga nú, um fólk verða sett aftur næsta hálvt annað árið. Flogferðafólkini vera 60 70 prosent færri í ár enn í fjør. Heilsu og Eldramálaráðið í Danmark hevur boðað Umhvørvis og Vinnumálaráðnum frá, at løgtingið kann ikki broyta matvørulógina soleiðis, at landsstýrismaðurin í vinnumálum kann avgera, nær skeinkistøðini lata upp og aftur,og hvussu nógv fólk eru inni í senn. Tí málsøkið smittuspjaðing er danskt. Danska stjórnin er tí samd við Lógartænastuna hjá Løgmansskrivstovuni, sum sigur, at heimildin er ikki í Føroyum. At forða fyri smittuspjaðing í Føroyum er danskt málsøki. Men danska stjórnin sigur seg gjarna vilja hjálpa landsstýrinum, um ætlanin er at dagføra lógina, sum er galdandi fyri Føroyar, um smittandi sjúkur. Hámarkið varð lækkað 1. juni. Og tað verður lækkað niður í hálva lús tann 1. juni næsta ár. Í 2019 vóru 778 lúsateljingar. 19 vóru omanfyri markvirðið. Fiskaaling ger allar lúsateljingar í Føroyum. Kravið er, at lýs á tíggju fiskum úr øllum ringum í øllum alibrúkum skulu teljast og skrásetast 14.hvønn dag. Í gjár vóru 5.331.070 kynsbúnar kvennlýs á alifiskinum í Føroyum, 0,28 kynsbúgvin kvennlýs á í miðal á hvørjum laksi. Heilsufrøðiliga starvsstovan kunnger lúsateljingarnar á heimasíðu sínari. Norðborg hevur ongantíð havt stórvegis trupulleikar av motorinum. Onkrir trupulleikar hava verið við girinum, men teir eru umvældir so hvørt. Men tørvur er eisini á líknandi tilboðum aðrastaðni í landinum, serliga í Sandoynni og Suðuroynni, sigur Ann Mari Jensen, forkvinna í Alzheimerfelagnum. Sum liður í átakinum um at stuðla føroysku listini, gevur Myndlist út ein kalendara fyri árið 2021. Í hesum sambandi skipar Myndlist fyri kalendara kapping, har 12 heppin listafólk fáa sítt listaverk við í Myndlist kalendaran. Kappingin leggur upp til, at øll ágrýtin listafólk kunnu senda inn eitt ella fleiri uppskot av síni list til kalendaran. Myndlist kalendarin er ein liður í at sýna fram føroyska list og vísa á, hvat rørir seg innan listarliga pallin í Føroyum. Kalendarin er snøggur, úr góðsku pappíri og við einum listaverki fyri hvønn mánaða. Sostatt verða heili 12 ymisk listaverk útvald. Hesi listaverkini verða eisini prentað sum plakatir í avmarkaðari nøgd og verða til sølu í Myndlist eftir kappingina. Evni Evnið til hesa kappingina er samanhald . Lista fólkini koma sostatt at sýna fram sína tulking av evninum. Samanhald er eitt breitt hugtak, sum kann lýsast úr nógvum ymiskum sjónarhornum. Stuðla einum góðum endamáli Eitt hjartamál hjá Myndlist hevur frá byrjan verið at stuðla føroysku listini. Hetta fevnir bæði um viðurkend føroysk listafólk og listafólk, ið eru nýggj á føroyska listapallinum. Øll hava møguleika at vera við í kappingini og dentur verður lagdur á millum annað góðsku og tulking, tá dómsnevndin velur listaverkini hjá hepnu vinnararunum. Í ár hevur Myndlist valt at stuðla Listasavni Føroya, soleiðis at 50 av yvirskotinum av Myndlist kalendara num 2021 og plakatunum fer til Listasavnið. Vinningur Umframt heiðurin at fáa sítt listaverk í Myndlist kalendaran og sum søluplakat, fáa vinnararnir eitt gávukort frá Myndlist áljóðandi krónur 1.000, fýra eintøk av kalendaranum og 10 plakatir av sínum listaverki í vinningi. Dómsnevnd Karina Lykke Grand, stjóri á Listasavni Føroya og listamenninir Tórbjørn Olsen og Bárður Dal Christiansen, eisini kendur sum Bárður DC, fara at taka avgerð um, hvørji 12 listaverk fáa heiðurin koma við í Myndlist kalendaran 2021. Freist og treytir Freistin fyri at lata inn uppskot til Myndlist kalendaran 2021 er flutt til leygardagin 1. august 2020 á midnátt. Einastu treytir eru, at listafólkið hevur tilknýti til Føroyar og at listaverkið er gjørt heilt ella partvís úr listavørum og við amboðum, sum Myndlist umboðar. Mynd av listaverki skal sendast til kapping myndlist.fo og upplýsast skal Navn, bústaður, telefonnummar og teldupostur hjá luttakaranum og stutt frágreiðing um royndir og møguliga útbúgving innan list. Harumframt skal verða viðmerkt heiti og stødd á listaverkinum og hvørjum tilfari listaverkið er gjørt úr. Og at enda ein grundgeving fyri, hvussu evnið samanhald verður tulkað í listaverkinum. Fíggjarligt støðufesti, og harvið danski staturin, hevur brúkt 800 milliónir krónur til sakførarar og sakarmálskostnað í royndini at rudda upp, skrivar danska kringvarpið. Tað eydnaðist eitt nú ikki Fíggjarligum støðufesti at fáa endurgjald frá leiðsluni í kollsiglda Eik bankanum í Danmark, sum í gjár varð fríðkend í Hægstarætti. Fíggjarligt støðufesti varð dømt at rinda 38,3 milliónir til tryggingarfelagið AIG og fýra milliónir til Betri Trygging. Harumframt skal Fíggjarligt støðufesti gjalda 20 milliónir krónur í sakarmálskostnaði. Tað hevur tó eydnast Fíggarligum støðufesti at fáa endurgjald í onkrum máli, men yvirhøvur hevur fíggjarliga tapið verið nógv størri enn samlaða endurgjaldið. Tað tykist sum dómarnir eru púra greiðir í málum, sum snúgva seg um leiðsluábyrgdina í kollsigldum bankum. Nú mugu politikkarar taka tøðu til, um lóggávan á økinum eigur at verða broytt, sigur Jakov Ussing, serfrøðingur i vinnulívsmálum hjá danska kringvarpinum. Hvussu byggja vit býir til eitt veðurlag í broyting við stormflóð og glopraregni Burðardygg byggilist er ávegis í øllum heiminum, og danskir arkitektar eru frammarlaga. Bjarke Ingels hevur lagt ætlan fyri, hvussu Manhattan kann verjast, tá ið havið ella vatnstøðan hækkar. Og umhvørvisflísan er til gongubreytir og kann avlasta kloakkir í heimsins stórbýum. Umhvørvisloysnir, sum koma við íkasti til tað góða lívið, eru eisini á veg fram. Eitt nú stendur gullskápið á ytra eystara veggi á Kirkjubømúrinum. Framsíðan er ein fitisteintalva, ið er prýdd við mynd av Kristi á krossinum undir trimum bogum. Hetta er bústaður hjá hesum halgu gripum Av krossi Harrans, av offurlambinnum, sí her hina halgu Mariu moy bein av hinum sæla pínslavátti Magnusi úr grøv Tollaks halga. Í skápinum, sum tvær ferðir er latið upp, hava tey funnið leivdir av bæði beinagrind og av viði. Lutirnir eru tó ongantíð kannaðir nærri ella tíðarfestir. Tær 28,6 milliónirnar, sum Eystari landsrættur dømdi Marner Jacobsen, nevndarformann í Eik Bank Danmark, Henrik Ørsted, næstformann og stjórarnar, Jesper Søndberg Clausen og Kim Michael Sandberg, at gjalda Fíggjarligum støðufesti eru vorðnar til 42,6 milliónir krónur, tá renturnar eru taldar við. Arbeitt verður við einum broytingaruppskoti í sambandi við lógaruppskotið um at geva landsstýrismanninum heimild at avgera, nær skeinkistøðini lata upp og aftur, og hvussu nógv fólk eru inni í senn. Lógaruppskotið fór aftur í nevnd fríggjadagin eftir uppskoti frá Christiani Andreasen, sum var einasti limur í Vinnunevndini, ið mælti til at geva landsstýrismanninum heimildina. Øll hini í nevndini, eisini Johan Dahl og Beinir Johannesen í samgonguni, mæltu frá at samtykkja uppskotið hjá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni. Heilsu og Eldramálaráðið í Danmark hevur boðað Umhvørvis og Vinnumálaráðnum frá, at løgtingið kann ikki broyta matvørulógina soleiðis, at landsstýrismaðurin í vinnumálum kann avgera, nær skeinkistøðini lata upp og aftur, og hvussu nógv fólk eru inni í senn. Tí málsøkið smittuspjaðing er danskt. Danska stjórnin er tí samd við Lógartænastuna hjá Løgmansskrivstovuni, sum sigur, at heimildin er ikki í Føroyum. Men danska stjórnin sigur seg vilja hjálpa landsstýrinum, um ætlanin er at dagføra lógina, sum er galdandi fyri Føroyar, um smittandi sjúkur. Helgi Abramsen, landsstýrismaður, sum eigur uppskotið, sigur, at gevur samgongan honum boð um at taka uppskotið aftur, so ger hann tað. 11 ára gamli Kim er føddur genta, men ynskir at vera drongur. Kim er nú, sum tann yngsti nakrantíð í Danmark, settur í hormon viðgerð, ið skal steðga útviklingini í kroppinum at vera genta. Fleiri og fleiri eindarkynd børn ynskja hjálp at skifta kyn, og læknarnir siga, at fyri at fyribyrgja mistrivnaði, er neyðugt at hjálpa børnunum. Men børnini verða viðgjørd, hóast óvissa valdar um, hvussu lívlong hormon viðgerð ávirkar kroppin, og mann veit ikki, um fleiri av børnunum seinni fara at angra. Men nú er samgongan samd um at bjóða tunlarnar norður um Fjall og Fámjinstunnilin út í senn, og tað verður i næsta mánaði, sigur Johan Dahl, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin. Seinasta skotið í Hvalbiartunlinum verður latið av 6. ella 7. juli, og boríútgerðin fer av landinum um einar tríggjar vikur, sigur Jón Sigurdsson, stjóri í Articon, sum ger Hvalbiartunnilin. Sjófeingislógin og uppskotið um at skatta sølu av fiskirættindum eru komin aftur úr nevnd, og bæði málini fara til 2.viðgerð í løgtinginum í morgin. Mitt í Halden liggur ein hugnaligur urtagarður, har Inger Lise og Eirik dyrka grønmeti og blómur eftir økologiskum prinsippum. Heidi lærir at gera blomsturong. Stine byggir eitt litríkt stativ til klivplantur, og Dag ger coq au vin. Hann er tó ikki dømdur fyri hesa royndina. Men hann er dømdur fyri at koma einum øðrum í lívsvanda ella í vanda fyri at blíva skaddur. Maðurin skal eisini gera samfelagstænastu í 60 tímar. Og hann missir koyrikortið í eitt ár. Hann skal rinda 4.000 krónur í sekt og sakarmálskostnaðin. Ein maður í tríatiárunum er dømdur fyri at hava roynt at koyrt á ein annan mann, sum stóð á einari gongubreyt í Klaksvik í fjør summar. Hann rakti ikki mannin, men fór so úr bilinum og legði á hann, tók um hálsin á honum, sigur dómurin. Órættaði datt og skurslaði seg. Heimsins besti tennisspælari í løtuni, Novak Djokovic, hevur fingið koronavirus. Tað skrivar BBC. Hann hevur fingið staðfest Covid 19 eftir luttøku í Adria Tour tenniskappingini. Kapping uttan tilmæli Funnist hevur verið at kappingini í Kroatia, har spælt hevur verið fyri fullum leikvøllum og uttan frástøðutiltøk. Tríggir aðrir spælarar í kappingini, Grigor Dimitrov, Borna Coric og Viktor Troicki, hava eisini fingið staðfest virusið. Teir hava tikið lut saman í øðrum tiltøkum kring sjálva kappingina so sum fótbólti og kurvabólti og eru eisini avmyndaðir í náttarlívinum. Harðar atfinningar Skotski tennisleikarin, Andy Murray, segði, at støðan skal verða ein lærupeningur , meðan avstraliumaðurin, Nick Kyrgios, segði, at tað var burturvið at gera av at spæla kappingina. Ongar ATP tenniskappingar hava verið síðan februar, og kappingin í Kroatia er ein hin fyrsta, sum hevur verið síðan koronavirusið steðgaði mestsum øllum ítrótti. Novak Djokovic, sum hevur vunnið 17 Grand Slam kappingar, segði seg vera keddan av støðuni. Eg vóni ikki, at nakar fær álvarsligar heilsutrupulleikar av hesum, og at øll koma væl fyri seg aftur, segði hann sambært The Independent. 300 av teimum 460 ferðafólkunum, sum koma við Norrønu inn á Seyðisfjørð í Íslandi í dag, skulu potast fyri koronu, tá tey koma í land. Seinast, Norrøna kom til Íslands, vórðu potingarnar gjørdar umborð á skipinum. Men hesaferð hava eingi heilsustarvsfólk verið við á túrinum og avgreitt podingarnar, áðrenn Norrøna kemur til lands, skrivar íslendska kringvarpið. Smittuverjumyndugleikin á norðureystur landinum í Íslandi hevur boðað frá, at frá í næstu viku, tá Norrøna fer undir summarsigling, verða ferðafólkini kannað á bryggjuni Rúni Vang Poulsen, stjóri í Smyril Line, sigur við útvarpið, at felagið tryggjar sær, at ferðafólkini eru frísk og ikki hava fepur, tá tey koma umborð, og at tey ikki hava verið í sambandi við sjúk fólk. Í Danmark verða ferðafólk, sum skulu við Norrønu, kannað á bryggjuni, og úrslitið av potingini er greitt, áðrenn tey skulu í land aftur. Avmarkað orka er grundin til, at Sjúkrahúsverk Føroya hevur borið seg undan uppgávuni at kanna ferðafólk, sum koma til landið, fyri koronu. Sambært dóminum í Hægstarætti kann hvørki leiðsla ella nevnd ábyrgdast fyri tvey lán hjá bankanum, sum Fíggjarligt Støðufesti vildi hava tey dømd fyri. Thomas Svaneborg, journalistur, hevur fylgt rættarmálinum móti Eik Bank Danmark í nógv ár. Eisini tosa vit við Søren Friis Hansen, professara í vinnulívsrætti við CBS. Fróðskaparsetrið er um at gerast eitt Magna Charta Universitatum. Vit fáa vitjan av Bergi Djurhuus Hansen, dekani á Setrinum. Silja Strøm hevur latið upp framsýning í Gamla Seglhúsi í Klaksvík. Vit vóru við til ferniseringina, har vit tosaðu við Hans Paula Strøm, pápa Silju, og Kinnu Poulsen, listfrøðing. Silja sjálv er covid fangað í Skotlandi. Áhugin uttanlands fyri vatninum úr Sumbiarbergholinum er vaksandi. Vit tosa við dagliga leiðaran á virkinum Kirvi, Jens Norðberg. Og Bank Nordik savnið skal nú eisini keypa samtíðarlist. Vit hitta formannin fyri savnið, Helga Fossádal. Hoyrið sendingina her Í fornfrøðiliga útgrevstrinum hjá Tjóðsavninum niðri á Bakka á Velbastað, eisini nevndur Kirkjugarðsbakki, er ein fornur rundleittur kirkjugarður, har fornfrøðingarnir hava funnið kristnar gravir. Í miðjum kirkjugarði er ein lítil kirkju ella bønhústoft grivin fram. Undir hesi kirkjutoft eru grundarsteinar av eini eldri kirkju, og í moldini undir grundarsteinunum eru brend byggkorn funnin. Í mai 2020 vórðu hesi byggkorn tíðarfest til millum ár 765 og 905. Merkir tað, at søgan skal skrivast umaftur Tað spyrja vit Helga Michelsen, savnsvørð á fornfrøðideildini á Tjóðsavninum og Hans Andrias Sølvará, professara í søgu. Broytingarnar í sjófeingislógini og lógaruppskotið um skatting av vinningi frá sølu av veiðirættindum eru til 2.viðgerð í løgtinginum í morgin. Skattalógin skal áseta serskatt á keyp og sølu av veiðirættindum. Í álitinum frá samgonguni í fíggjarnevndini stendur, at umframt vanliga skattin, skal ein serskattur uppá 50 takast av søluvinninginum tá eitt felag selur og 35 tá ein persónur selur. Tá eitt felag selur skal tað eisini sleppa at draga eina upphædd frá í skatti, sum svarar til 18 av nettovinninginum frá søluni. Ein skipan, sum saman við 12 ára rullandi loyvunum, sum var samtykt á jólum, endaliga einskilir fólksins ogn á sjónum, sigur andstøðan. Drangarnir og blóðdálkaður sjógvur. Alt skuldi vera føroyskt, men nú verða upptøkurnar til føroysku sjónvarpsrøðina Trom, sum byggja á skaldsøgurnar hjá Jógvani Isaksen, fluttar til Íslands, tí politiski myndugleikin ikki fann neyðugu fíggingina, sigur framleiðarin Jón Hammer. Tað er alt sum bendir á, at tað innan stutta tíð fer at verða loyvt endaliga at avhenda veiðirættindi aftur í fiskivinnuni. Samgongan er blivin samd um ein serskatt á ávikavist 35 prosent og 50 prosent, men serfrøðingar seta spurnartekin við, um landskassin í heila tikið fer at fáa nakran skatt inn, um lógaruppskotini verða samtykt. Í longri tíð hevur tað bert verið eitt dagtilhald fyri minnisveik undir 67 ár í Føroyum. Talan er um tilhaldið í Skotarók í Havn. Almannaverkið metti tó, at tørvur var á einum dagtilhaldi afturat, sum var til tey minnisveiku yngri enn 67 ár í Eysturoynni og í Norðoyggjum. Í dag var móttøka í nýggja dagtilhaldinum á Glyvrum Vit hava typt holini í lóggávuni, sigur formaðurin í fíggjarnevndini. Sambært honum fer samgongan í heyst at arbeiða við einum nýggjum leisti at krevja inn tilfeingisgjald HB er framvegis nummar eitt í Betrideildini við monnum við 22 stigum. NSÍ og KÍ hava 20 stig, og B36 er nummar fýra við 19 stigum. Havið hevur alstóran týdning fyri Trónd Patursson. Hann hevur siglt um øll havsins høv, og føddur og uppvaksin nær mølini við sugguna í Kirkjubø hevur hann í sær stórhavsins andadrátt. Listarligu útbúgving sína fekk hann í Keypmannahavn, Voss og Oslo. Náttúran sæst ofta aftur í listini hjá honum. Hav og klettur og ørandi bjørg undir rekandi skýggjum hómast í tí at síggja tilvildarliga streyminum av rennandi litum. Hjá Maritu Nattestad eru litir og formar heilt óbundnir av nøkrum líkskapi við náttúruna. Málningar hennara skulu ikki lýsa hugløg, ið hava samband við landsløg ella ítøkilig myndevnir. Kvinnan á Skipanesi er hinvegin ein av okkara fáu abstrakt ekspressionistisku málarum. Í sendingini hitta vit eisini Amariel Norðoy, sum er ein av teimum listamonnunum, ið gera nógv burturúr einum føstum tema. Eyðvitað verða myndirnar ikki eins kortini, sjálvt tað mest einfalda myndevnið kann verða til túsund ymiskar myndir. Amariel hevur útbúgving av listaakademiinum í Keypmannahavn, bæði á málaraskúla og grafiskum skúla. Eyðun av Reyni tekur støði í tí litríka koloristiska landslagsmálarínum, ið eyðkennir føroyska málningalist eftur kríggið. Annað álitið um uppskotið, sum skal geva landsstýrismanninum í vinnumálum heimild at avgera, nær skeinkistøðini lata upp og aftur,og hvussu nógv fólk eru inni har í senn, kemur í dag. Lógaruppskotið fór aftur í nevnd fríggjadagin eftir uppskoti frá Christiani Andreasen, sum var einasti limur í Vinnunevndini, sum mælti til at geva landsstýrismanninum heimildina. Arbeitt verður við einum broytingaruppskoti í sambandi við lógaruppskotið. Samgongutinglimir koma við broytingaruppskotinum á tingfundinum í dag. Ætlanin er at broyta uppskotið, so tað hevur ein møguleika fyri at blíva samtykt. Fór málið ikki aftur í nevnd á tingfundinum fríggjadagin, hevði tað fallið. Føroyingar gera ikki sjálvir av, nær skeinkistøð eru opin, um endamálið er at forða fyri smittuspjaðing. Heilsu og Eldramálaráðið í Danmark hevur boðað Umhvørvis og Vinnumálaráðnum frá, at løgtingið kann ikki broyta matvørulógina soleiðis, at landsstýrismaðurin í vinnumálum kann avgera, nær skeinkistøðini lata upp og aftur, og hvussu nógv fólk eru inni í senn. Tí málsøkið smittuspjaðing er danskt. Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, sum eigur uppskotið, sigur, at gevur samgongan honum boð um at taka uppskotið aftur, so ger hann tað. Hann tekur tað ikki aftur av sínum eintingum, tí samgongan gav honum boð um at leggja tað fram. SAS letur nú sjey flogrutir upp afturat. Flogfelagið sigur seg merkja ein øktan eftirspurning, nú Evropa spakuliga letur uppaftur, skrivar dr.dk Í juli ber tí aftur til at flúgva suðureftir við skandinaviska flogfelagnum, SAS. Flogfelagið letur flogrutur upp til ferðamál í Italia, Grikkalandi, Kroatia og Póllandi. SAS ætlar eisini at flugva oftari til níggju onnur ferðamál teirra millum eisini Føroyar. SAS byrjaði at flúgva aftur til Føroya 16. juni, og nú ætlar felagið at flúgva fleiri túrar higar um vikuna. Norwegian hevur eisini boðað frá, at tey fara at flúgva 76 flogrutur í juli, átjan av hesum flogrutum fara at vera úr Danmark til millum annað Kroatia, Spania og Grikkaland. Tað kann væl vera, at koronafarsóttin hevur sett stóran part av heiminum á pausu, men skapanarmegin hjá tónleikarum ber ikki til at tøla soleiðis. Hópin av nýggjum tónleiki kemur út, og í tveir tímar spæli eg nýtt úr so ymsum sjangrum sum latínamerikonskum tónleiki til rokk og til old school trip hop og house tónleik. Lógin varð lýst í gjár, og hon kemur í gildi í dag. Men hon er afturvirkandi til 12. mars í ár. Lógin er um stuðul til ferðavinnufyritøkur til fastar útreiðslur. Sambært lógini eru ferðavinnufyritøkur tær, sum reka gistingarhús, matstovur, ferðaskrivstovur, skipa fyri túrum ella flyta ferðafólk. Hetta skal vera høvuðsvirksemið hjá fyritøkunum, sum skulu vera privatar. Fyritøkurnar skulu hava mist minst 40 prosent av umsetninginum frá 12. mars til 31. august í ár samanborið við sama tíðarskeiðið í fjør. Tær kunnu tó í mesta lagi fáa 10 milliónir krónur. Samtøk fáa 10 milliónir krónur, og ikki 10 milliónir fyri hvørja fyritøku í samtakinum. Ein treyt fyri at fáa stuðul er, at einki vinningsbýti verður latið í ár, næsta ár og í 2022. Freistin at søkja um stuðul er til 31. oktober í ár. Hvør skuldi trúð, at ein stova í einum sethúsum úti á Bakka í Sørvági var karmur um ein loyniligan toppfund millum bretskar og sovjettiskar herovastar á miðjari oktobernátt undir seinna heimsbardaga. Tað var beint áðrenn løgtingið hevði triðju viðgerð um lógaruppskotið um sjófeingi, sum Høgni Hoydal, ið tá var landsstýrismaður í fiskivinnumálum, legði fram. Enniberg sigur í stevningini, at Fiskimálaráðið hevði ongan rætt til at taka tíggju prosent av kvotunum í Barentshavinum og selja tær á uppboðssølu, hvørki í 2016 ella í 2017. Og Fiskimálaráðið hevur heldur ikki rætt til at ognartaka allar kvoturnar í Barentshavinum, fyri síðani at luta part av teimum út aftur til tey reiðarí, sum hava fiskað í Barentshavinum í fleiri áratíggju. Hon legði merkis, at ung, sum ikki gera ítrótt, ganga á møti ella tiltøk, har alkohol verður brúkt, ikki høvdu nakað veruligt alternativ. Nú minni enn átta vikur eru, til skúlarnir byrja aftur, er óvist, um nýggi Skúlin á Fløtum í Havn verður liðugur, tá nýggja skúlaárið byrjar í august. Tíggju bygningar hava minni góð atkomuviðurskifti og krevja minni ábøtur. Men 89 bygningar hava ikki nóg góð atkomuviðurskifti og krevja størri ábøtur. BankNordik hevur nú eitt sindur betri vónir fyri 2020 enn fyri tveimum mánaðum síðani. 27. apríl væntaði bankin, at nettoúrslitið í ár verður 30 til 80 milliónir krónur. Men nú metingin er endurskoðað, væntar bankin 50 til 90 milliónir í ársúrsliti, tí COVID 19 hevur ikki havt so ógvisligar avleiðingar sum væntað síðst í apríl. Minni niðurskrivingar á útlánum og færri endurgjøld fyri ferðatryggingar umframt góða gongdin í grundrakstrinum gera, at útlitini hjá BankNordik eru batnað. Harafturat hevur góða gongdin á fíggjarmarknaðunum seinastu tíðina havt góða ávirkan á avkastið av virðisbrævaognina hjá bankanum. Áðrenn korunafarsóttin kom, væntaði BankNordik 100 til 150 milliónir krónur í vinningi í 2020. Roknskapurin fyri annan ársfjórðing verður kunngjørdur 4. august. Tað fer at gera verkætlanina 100 milliónir krónur bíligari, og neyðugt verður ikki at bíða eftir fornfrøðiligu kanningunum í Gerðabø, sum fara at taka fleiri ár. Tjóðsavnið hevur gjørt eina kanning av Gerðabø, sum vísir, at tað fer at taka trý til fimm ár at gera ein fornfrøðiligan útgrevstur í økinum. Verður so avgerð tikin um at gera tunnilmunnan í Gerðabø, skal umsókn um tað sendast Tjóðsavninum, ið síðani fyrireikar og leggur málið fyri Fornminnisnevndina. Reiðarafelagið og Fiskimálaráðið fara seinnapartin í dag í Føroya rætt at leggja til rættis saman við dómaranum, hvussu tvey ára gamal sakarmálið millum partarnar skal avgreiðast í rættinum. Sambært Reiðarafelagnum hevði landsstýrið ikki loyvi til í 2016 og í 2017 at sleppa manningunum undan at gjalda sín part av rokningini, tá kvotur vórðu keyptar á royndaruppboðssølu. Reiðarafelagið tvíheldur um, at hetta er brot á frælsa samráðingarrættin. Í 2016 varð partur av kvotunum av uppsjóvarfiski og botnfiski í Barentshavinum seldur á royndaruppboðssølu. Felagið metir, at við galdandi býtisprosenti hevur uppboðssølulógin fyri 2016 flutt virði frá reiðaríunum til manningarnar fyri okkurt um 17,7 milliónir krónur. Hvat missa vit, nú upptøkurnar av sjónvarpsrøðini Trom verða fluttar til Íslands Hvat vinna vit við at verða karmur um stórar sjónvarpsframleiðslur Og er seinasta orðið sagt um sendirøðina Negativa rentan í peningastovnunum rakar eisini uppsparingarnar hjá føroysku kirkjunum, sum verða mettar sum vinnukundar, hóast kirkjurnar ikki reka vinnuligt virksemi. Í seinastu sendingini áðrenn summarfrítíðina, hoyra vit millum annað John Hartford, Holmes Brothers, Elvis Presley og Bessie Jones. Eystari landsrættur skal taka støðu til, hvør skal rinda sakarmálskostnaðin hjá Fiskimálaráðnum, eftir at reiðaríið hjá Ennibergi hevur tikið stevningina móti aðalráðnum aftur. Málið er endað í landsrættinum, tí Fiskimálaráðið hevur kært ein úrskurð hjá Føroya rætti, ið áleggur Fiskimálaráðnum at rinda sín part av sakarmálskostnaðinum. Føroya rættur mátti taka støðu til málið, eftir at reiðaríið hevði boðað frá, at teir tóku stevningina aftur, treytað av at Fiskimálaráðið rindaði sín part av sakarmálskostnaðinum. Men Fiskimálaráðið er ikki sinnað at rinda, tí ein afturtøka av sakarmálinum eftir teirra tykki er at meta sum eitt tap. Og tá tað er vanligt, at tann, sum hevur tapt, rindar allan sakarmálskostnaðin, krevur aðalráðið, at reiðaríið rindar allan sakarmálskostnaðin. Tað var í desember 2017, at reiðaríið stevndi Fiskimálaráðnum eftir endurgjaldi, tí aðalráðið hevði tikið tíggju prosent av kvotunum í Barentshavinum og selt tær á uppboðssølu í 2016 ella í 2017. Ein ognartøka, ið reiðaríið metti vera óheimilda. Og Fiskimálaráðið hevur heldur ikki rætt til at ognartaka allar kvoturnar í Barentshavinum fyri síðani at luta part av teimum út aftur til tey reiðarí, sum hava fiskað í Barentshavinum í fleiri áratíggju. Eitt so stórt inntriv í virksemið hjá reiðaríunum kann ikki gerast, uttan at boðað verður frá 25 ár frammanundan, metti reiðaríið. Jákup Mikkelsen í Fólkaflokkinum hevur leingi talað fyri, at arbeiðið at gera tunlarnar norður um Fjall skal byrja á Gerðabøi í Klaksvík, tí hann heldur, at tað er ein betri loysn. Tað ber ikki til at bíða í fleiri ár, til greiði fæst á, um tunlarnir norður um Fjall kunnu gerast úr Gerðabøi, sigur Jákup Mikkelsen. Talgilda framtíðin hvussu fyrireika vit børn og ung á bestan hátt er heiti á nýggjari bók, sum Gitte Klein hevur skrivað. Bókin er ein uppgerð við tankan at føra tøkni inn í fólkaskúlan. Høvundurin vitjar. Vinnusøgan skal nú síggjast aftur uttan fyri Íverksetarahúsið í Klaksvík. Og tað fara vit at fregnast um hjá Sigrun Jónsveinsdóttir, stjóra í Íverksetarahúsinum, Duritu Samuelsen, ið hevur um hendi ung í arbeiði, og Katrinu Rógvadóttir, listakvinnu, ið fer at standa fyri verkætlanini. Og um vikuskiftið verður skipað fyri tiltakinum 3 dagar við Williami Heinesen , har dentur verður lagdur á myndlistina og tónlistina hjá skaldinum. Vit tosa við Turið Mariu Jóhansdóttir frá Tórsgøtu, sum skipar fyri. Maðurin í 40 árunum, sum fríggjadagin bleiv varðhaldsfongslaður í Føroya rætti, eftir at verða funnin sekur í at hava misbrúkt stjúkdóttur sína kynsliga, er latin leysur í dag Vanligt er, at fólk verða latin leys, til tey skulu sita dómin. Men í hesum førinum metti dómarin í Føroya rætti, at leggjast skuldi upp fyri almennu rættarkensluni í Føroyum. Tí varð maðurin varðhaldsfongslaður, til hann skuldi sita dómin. Tá dómarin í Føroya rætti hevði endurskoðað dómin mánadagin, kom hann til ta niðurstøðu, at grundarlag var ikki fyri varðhaldsfongsling. Tað góðtók ákæruvaldið ikki, og kærdi nýggju avgerðina hjá dómaranum til Eystara landsrætt, og kravdi samstundis, at maðurin bleiv sitandi í varðhaldi, til landsrætturin hevði gjørt úrskurð í málinum. Tað hevur landsrætturin gjørt í dag, og landsrætturin sigur, at maðurin lýkur ikki treytirnar fyri at vera varðhaldsfongslaður. Tí er hann latin leysur. Soleiðis sigur Gitte Klein, sum leggur nýggju bók sína Talgilda framtíðin fram í kvøld. Í bókini viðger hon, hvussu tað ávirkar menningina hjá børnum og ungum, at teldlar og snildfonir hava gjørt innrás í teirra barndóm og serliga skúlan. Hon vísir til gransking og nýggja vitan, og hon kennir tað sum sína skyldu at gera vart við, at teldlar og onnur tøkni beinleiðis kunnu gera skaða í serliga fólkaskúlanum. Gitte er útbúgvin sálarfrøðingur, lærari og Master í positivari sálarfrøði seinastu 10 árini hevur hon hildið skeið og fyrilestrar um tøkni og menningina hjá børnum, og tað er júst tað, sum hendan bókin snýr seg um. Minst fýra bilar rendu saman á landsvegnum oman fyri havnarlagið í Hvalvík beint eftir klokkan fimm seinnapartin. Vaktleiðarin hjá løgregluni dugir ikki at siga, hvussu álvarsom støðan er, men upplýsir, at vegurin er fyribils stongdur fyri ferðslu. Ferðslan í Sundalagnum er tarnað í løtuni við langum bíðirøðum av bilum við Hvalvík. Løgreglubilar, sjúkrabilar og sløkkiliðsbilar eru á staðnum. Føroyska sjónvarpsrøðin Trom verður eftir øllum at døma tikin upp Íslandi. Negativa rentan í peningastovnunum rakar eisini uppsparingarnar hjá føroysku kirkjunum, sum verða mettar sum vinnukundar, og vit fylgja viðgerðini av skattalógini og lógini um sjófeingi. Partarnar gjørdu nýggjan sáttmála fyri tann, sum fór úr gildi 1. oktober í fjør. Sáttmálin er galdandi í trý ár, til 1. oktober í 2022. Lønin hækkaði 2,56 prosent 1. oktober í fjør, eingin lønarhækking er í ár, men lønin hækkar 2,05 prosent 1. januar í 2021. Og 1. oktober 2021 hækkar lønin 1,25 prosent. Lønarhækkingin næsta ár er hin sama, sum arbeiðarafeløgini fingu, sigur Fíggjarmálaráðið. Broytingar verða eisini gjørdar í flokkingaravtaluni, sigur Lærarafelagið. Millum annað fær leiðari í førleikastovu mánaðarliga samsýning frá 1. august í ár at rokna. Og lærarar fáa ferðaendurgjald fyri tænastuørindi, so sum próvtøkur, skeið og fundir. Triðja viðgerð verður fyrrapartin í morgin. Uppskotið um at samtykkja broytingarnar í sjófeingislógini fekk 15 atkvøður. 12 atkvøddu ímóti. Eitt broytingaruppskot um at strika allar 23 broytingar uttan tvær hjá Høgna Hoydal fall. Uppskotið um at skatta vinning av seldum veiðirættindum fekk eisini 15 atkvøður. 13 atkvøddu ímóti. Triðja viðgerð verður fyrrapartin í morgin. Í báðum førum vórðu broytingaruppskotini hjá ávikavist Vinnunevndini og Fíggjarnevndini samtykt. Letur landsstýrismaðurin skeinkistøðini aftur fyri klokkan tvey um náttina, ella minkar mest loyvda tal av gestum, skulu skeinkistøðini fáa pengar úr landskassanum sambært hjálparpakka trý, hjálparpakkanum, sum er ætlaður ferðavinnuni. Ítøkiligur og stórur smittuvandi skal vera, áðrenn landsstýrismaðurin brúkar heimildina at áseta upplatingartíðir hjá skeinkistøðum. Hetta er broytingarupskotið hjá minnilutanum í Vinnunevndini, samgongumonnunum Christiani Andreasen, Johan Dahl og Beini Johannesen, til uppskotið um at broyta matstovulógina, so Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, sleppur at avgera, nær skeinkistøðini lata upp og aftur og, hvussu nógv fólk eru inni har í senn. Sambært broytingaruppskotinum skal lógin um heimildina hjá landsstýrismanninum fara úr gildi longu 31. august í ár og ikki 31. mars næsta ár. Andstøðan í Vinnunevndini mælir framvegis frá at samtykkja uppskotið, nú Vinnunevndin hevur gjørt nýtt álit um uppskotið. Andstøðan heldur tað vera rætt at viðgera spurningin um endurgjald ella stuðul. Men hetta má gerast í einum lógaruppskoti fyri seg. Tað er hvørki rætt ella rímiligt at áseta nýggja stuðulsskipan trygd fyri úrvalda vinnugrein í einum broytingaruppskoti, sigur andstøðan. Hóast bæði løgfrøðiliga ráðgevingin hjá løgmanni, umsitingin hjá løgtinginum og danska stjórnin siga, at málsøkið smittuspjaðing er danskt, er uppskotið ikki tikið aftur. Onnur viðgerð heldur fram á tingfundinum í morgin. Jónleif Johannesen tekur við eftir Tom Joensen, sum hevur takkað fyri seg eftir átta ár í nevndini. Jensebeth Absalonsen tók við afturvali sum skrivari. Fríðbjørg Hammer og Joan Samuelsen vórðu valdar sum eykalimir. Nýggja nevndin hevur skipað seg við Jónleifi Johannesen sum formanni. Jóhan Stenberg er næstformaður, Jensebeth Absalonsen er skrivari, Jóhannis Joensen er kassameistari, og Rannvá Joensen er nevndarlimur. Í avstralska statinum, Victoria, er herurin kallaður inn eftir, at koronuvirusið er farið at gera um seg aftur í statinum. Tað skrivar bretska blaðið The Guardian. Sambært blaðnum skulu meira enn 1.000 hermenn ganga hús úr húsi í tveimum forstøðum við stórbýin Melbourne og bjóða íbúgvunum ókeypis poting fyri koronu. Seinasti løgtingsfundur í hesari tingsetuni verður fyrrapartin.Tað kunngjørdi løgtingsformaðurin, tá tingfundurin endaði mikukvøldið. Hendir einki óvanligt fyri ólavsøku, verður hetta seinasti tingfundurin í hesari tingsetuni. Trý mál eru á skránni á tingfundinum fyrrapartin í dag. Broytingar í lógini um sjófeingi skulu hava triðju viðgerð, og tað skal uppskotið um at skatta vinning, tá veiðirættindi verða seld, eisini. Uppskotið um heimild at áseta upplatingartíðir hjá skeinkistøðum hevur framhaldandi aðru viðgerð. Verður uppskotið samtykt, verður triðja viðgerð eisini, tí samtykt er at víkja frá tíðarfreistini. Strandfaraskipið, Hasfjord, bar við botn í innsiglingini í Skopun í gjár, og tí er eingin sigling á leið 85 fyribils, sigur Strandferðslan. Ákæruvaldið krevur, at tey tíggju fólkini fáa bót fyri teirra leiklut og at hald verður lagt á umleið 232 milliónir krónur Ákæra verður reist, tí illgruni er um strámannavirksemi, tí ein reiðari í veruleikanum eigur fleiri feløg, ið onnur standa fyri. Aftaná umfatandi kanningararbeiði metir SØIK, at grundarlag er fyri at reisa ákæru, tí ein reiðari hevur ognað sær kvotur gjøgnum fleiri feløg, har strámenn vóru skrásettir sum eigarar. Hetta tí lóggávan forðaði honum í sjálvur at keypa fleiri kvotur. Tað er okkara meting, at hann er tann einasti, ið hevur verið partur av virkseminum í feløgunum, og at stjórarnir í feløgunum bara hava virkað sum strámenn, sigur Per Fiig, ið er virkandi sakførari hjá SØIK, í tíðindaskrivi. Sambært DR, er talan um vinnulívsmannin og ein av ríkastu monnum í Danmark, Henning Kjeldsen. Í viðmerking við DR sigur Henning Kjeldsen, at hann kennir einki til málið. Ákæruvaldið krevur eisini, at Henning Kjeldsen missir rættin at virka sum reiðari. Ein advokatfyritøka og eitt granskoðaravirki eru eisini ákærd í málinum. Her krevur ákæruvaldið, at ein advokatur og ein grannskoðari missa rættin at virka. Málið byrjaði í 2017, tá Ríkisgrannskoðarin lat úr hondum eina atfinningarsama frágreiðing um, hvussu kvotur verða brúktar í donsku fiskivinnuni. Jósup hevur ikki siglt hesa vikuna, tí sunnudagin fingu róðrið og skrúvan skaða, tá Jósup bar við okkurt, sum lá í sjónum. Skaðin er umvældur á Strondum. Hesa vikuna hevur verið ókyrt í Mykinesi, so Jósup hevði ikki siglt kortini. Men í morgin verður siglandi, sigur reiðaríið hjá Jósupi. Enska bro ljóðar akkurát líka sum bróð á føroyskum, vísir Elin Henriksen, málkøn á. Hon leggur afturat, at sama ger seg galdandi, um fólk siga sis . Oftari og oftari hoyrist mín mamma, mín pápi, mín omma, mín abbi og so frameftir, men tað er ikki neyðugt brúka mín í hesum førunum. Men tá markvirðið so er komið niður á 0,5, er so lítið eftir av lús, at tað ikki eigur at vera neyðugt við so nógvum viðgerðum longur, sigur Tróndur Kragesteen. Føroyskar kvinnur um pínu undir barnsburði. Ber til at tosa um positiva og negativa pínu Hesir eru summir av spurningunum, sum vaktu áhugan hjá Turið Hermansdóttir, tá hon fór undir at kanna, hvussu føroyskar kvinnur uppliva barnsburðin við atliti at pínu. Í ritgerðini byrjar Turið við við eini hugleiðing um eina hypotesu, sum verður nevnd tann burðarfrøðiliga obstetriska tvístøðan. Tvístøðan ímillum at menniskju hava eitt lutfalsliga stórt høvd og samstundis skulu ganga á bakbeinunum bipedalism , sum krevur eina smala koku. Ein smøl koka til eitt stórt høvd hóskar ikki væl saman, og hetta sigst at hava pínu og tvørleikar við sær. Onnur finnast at hesari hypotesuni og vísa á, at pína og ótti koma av eini øktari heilivágsviðgerð av barnsburðinum. At tá ræðið eisini kallað autoritativ vitan verður tikið frá føðandi kvinnuni, og hon fær viðgerð sum sjúk, verður ótti skaptur, sum elvir til eina negativa pínuuppfatan og tvørleikar. Í tjúgundu øld fór sjúkrahúsverkið undir at geva barnakonum meiri heilivág fyri ymiskar tvørleikar, meðan tær gingu við barn. Barnakonur skuldu eiga á sjúkrahúsi, og í summum londum vóru barnsburðarnir ikki longur í hondunum á kvinnuni og ljósmóðurini, men á føðilæknum og sjúkrarøktarfrøðingum. Summir granskarar vilja vera við at fatanin av pínu kann vera mentanarliga tengd og tað var júst tað, sum vakti áhugan hjá Turið fyri at kanna, hvussu føroyskar kvinnur tosa um pínu undir barnsburði. Turið kom millum annað fram til, at kvinnurnar, ið áttu í 70 unum, tosaðu um negativa pínu og ótta, og at tær høvdu minni ræði á egnum kroppi. Hetta samsvarar við, at barnsburðar verða fluttir inn á sjúkrahúsið hetta tíðarskeiðið. Kvinnurnar kendu seg viðfarnar, sum vóru tær sjúkar. Kvinnurnar, ið áttu frá ár 2000 og uppeftir, kendu seg meira nøgdar við heilsustarvsfólk og teirra egna leiklut í barnsburðinum. Ávirkanin var, at kvinnan merkti, at hon hevði størri ræði á føðingini, kendi minni ótta og tískil eisini góðtók pínuna betur. Tað sigur Jóhan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari hjá Strandferðsluni, sum í løtuni er í Noreg og fylgir við arbeiðinum. Koronakreppan er orsøkin til, at skipið er seinkað tríggjar mánaðir, sigur hann. Nýggja skipið skal loysa av, tá skip, sum sigla í miðstaðarøkinum, skulu í dokk, sigur rakstrarleiðarin hjá Strandferðsluni við útvarpið. Avloysaraskipið verður mannað eftir tørvinum. Fyribils er ein manning sett í starv, og manningin hevur fingið venjing í at sigla skipið. Ætlanin var at skipið skuldi koma í mai mánað, so tað kundi roynast í summar. Nú kemur skipið ikki fyrrr enn út á heystið, og tá stundar veturin til. Og Jóhan Petur Abrahamsen sigur, at skipið kann eisini nýtast ta árstíðina. Tosað hevur verið um navn til avloysaraskipið, men tað er ikki alment enn. Skipið hevur sitipláss til 96 ferðafólk og tekur tríggjar vanligar bilar. Skipið siglir skjótt, upp í 21 fjórðingar um tíman. Prísurin er 33,8 milliónir krónur, og enn er einki sum bendir á, at prísurin ikki fer at halda, sigur Jóhan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari hjá Strandferðsluni. Kommunan misti barnaansingargjald í tveir mánaðir, virksemið hjá Atlantis varð hart rakt, reingerðin var størri og fólk arbeiddu heima. Tað broytir einki, at tað frá 1. juli verður landskassin, ið fíggjar útgjaldið úr serligu lønarískoytisskipanini. Tað sigur Eyðfinnur Jacobsen, formaður í ALS stýrinum. Tað hevur verið ávíst trýst á ALS stýrið at lata innlit í hvørjar fyritøkur brúka hjálparpakka eitt, og millum annað Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum, hevur áður heitt á stýrið um at veita meirinnlit. Formaðurin vil ikki gera samrøðu um evnið í dag, men vísir til somu sjónarmið, ið hann førdi fram í Breddanum í 19. mai. Stýrisformaðurin upplýsir, at stýrið hevur viðgjørt evnið á fleiri fundum, men niðurstøðan er ikki broytt. Stovan er fylt við sigarroyki og anganum av kaffi og likør. Við borðið situr tann fínara borgarastættin og danska embætisverkið og spæla kort. Millum gestirnar kunnu nevnast Quilling, sum starvast í Rybergshandlinum, gamli Hammershaimb og Born kommandantur, sum sita og spæla kort út á náttina. Fyrsta konsertin hjá Svaboniu var í Nólsoy í gjárkvøldið. Í morgin spæla tey aftur í Listaskálanum í Havn, og sunnukvøldið í garðinum í Biskupstøð í Klaksvík. Nú verður høvi at uppliva sangleikin um lítlu havfrúnna í Sjónleikarhúsinum. Sangleikurin byggir á søguna hjá H.C. Andersen Den lille havfrue . Leikurin verður sýndur í Sjónleikarhúsinum í Havn frá 4. 17. juli longu nú er næstan útselt. Atgongumerki kunnu keypast á heimasíðuni. Atli Gregersen, stjóri í alifyritøkuni Luna, er púra ósamdur við Regini Jacobsen, sum fyrr í vikuni talaði fyri ikki at minka markvirðið fyri lús á alilaksi niður í 0,5, sum ætlanin er. Føroya rættur skal í morgin viðgera eitt mál móti einum 35 ára gomlum manni, ið skal hava havt samlegu við barn, sum er yngri enn 15 ár. Tað upplýsir ákæruvaldið. Hetta skal vera hent í 2017 og tá var gentan 12 ára gomul. Maðurin er ákærdur eftir grein 222 stk. 1 og 225 í revsilógini, og maðurin kann verða dømdur upp í seks ára fongsul. 80 fyritøkur hava nú søkt stuðul úr hjálparpakka tvey. TAKS fær ikki nógvar umsóknir um stuðul úr landskassanum eftir hjálparpakka tvey. Fyrrapartin mánadagin vóru 71 umsóknir avgreiddar. Á middegi týsdagin í síðstu viku vóru umsóknirnar 67 í tali, so fýra eru komnar afturat í eina knappa viku. Stuðulin er nú knappar 3,62 milliónir krónur. Flestu fyritøkurnar, 63 av teimum 80, siga seg hava mist millum 60 og 100 prosent av umsetninginum. Fyritøkurnar fáa stuðul til fastar útreiðslur sum húsaleigu, el, hita, rentur, trygging og fjarskifti. Tær kunnu fáa í mesta lagi 80.000 krónur um mánaðin. Hvør føroyingur vitjar kommunulæknan í miðal tríggjar ferðir um árið. Tað staðfestir Hagstova Føroya við støði í hagtølunum fyri virksemið hjá kommunulæknunum í fjør. Samlaða talið av viðtalum var í 2019 stívliga 166.000, ið var gott fýra prosent fleiri enn árið fyri. Av teimum 166.000 viðtalunum vóru gott 4.000 viðtalur hjá fólki, sum búgva uttanlands. Flestu viðtalur fyri hvønn íbúgva eru í Sandoyarøkinum, har tað eru 4,5 viðtalur fyri hvørt fólk um árið. Fæstu er í Suðurstreymi, har tað eru 2,9 viðtalur fyri hvørt fólk. Nógv tann størsti parturin av øllum viðtalum, svarandi til 93 prosent, fer fram í dagtíð tað vil siga mánadag til fríggjadag millum klokkan 8 og 16. Verður hugt at viðtalum eftir kyni, eru 18.000 fleiri viðtalur við konufólk enn við mannfólk. 55 prosent av viðtalunum eru við kvinnur, og 44 við mannfólk, sigur Hagstovan. Ætlanin var, at skipið skuldi fara í vinnu í juni, men koronakreppan er orsøkin til, at skipið er seinkað, sigur Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni. Samstundis verður arbeitt við at fáa greiðu á, hvussu skipið skal klassast, tí tað hevur týdning fyri tey, ið skulu manna skipið, og sáttmálarnar við avvarðandi feløg. Tað eru viðurskifti, sum myndugleikarnir taka sær av, sigur Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni, ið skal reka nýggja havrannsóknarskipið. Nakrir av teimum, sum hava mannað Magnus Heinason, fara frá fyri aldur, nú nýggja skipið er um at vera liðugt, annars er ætlanin at teir somu skulu fara umborð í Jákup Sverra. Við skipinum vera 13 mans, tveir á brúnni, tveir í maskinuni, kokkur og átta dekkarar, fýra á hvørjari vakt. Tað er neyðugt fyri at arbeiða við troli. Ætlanin var upprunaliga, at Jákup Sverri skuldi fara í vinnu í juni, men koronakreppan hevur havt við sær, at arbeiðið dregur út. Millum annað komu tól og útgerð seinni enn avtalað var, og umborð hevur verið arbeitt við færri á hvørjari vakt, fyri at halda almennu tilmælini. Nú verður aftur arbeitt sum vant, men nakað er eftir at gera, so enn er ikki greitt, nær skipið verður liðugt, sigur Eilif Gaard. Tað verður seint í summar, ella í heyst, sigur hann. Magnus Heinason verður ikki lagdur alt fyri eitt tá Jákup Sverri fer í vinnu, tí ætlanin er, at skipini skulu trola á somu leið eitt skifti, so greiða fæst á, hvør munurin er á skipunum. Tað verður gjørt í einar tríggjar vikur, sigur stjórin. Tá tann parturin er av, verður Magnus Heinason lagdur. Tað er landið sum eigur skipið, og tí er ikki greitt, hvat verður gjørt við hann, eftir at hann hevur verið havrannsóknarskip í umleið 40 ár. Skrokkurin til Jákup Sverra er smíðaður á skipasmiðju í Litava, og skipið verður gjørt liðugt á skipasmiðjuni hjá MEST á Skála. Sáttmálaprísurin er 276 milliónir krónur. Jørgen Niclasen mælir hinvegin til, at Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið gera ein sáttmála, sum er á sama støði sum sáttmálin hjá Lærarafelagnum, sum varð undirskrivaður í gjár. Hann er í tráð við støðuna í landinum, sigur hann. Jørgen Niclasen noktaði herfyri at góðkenna sáttmálan, og bað partarnar samráðast av nýggjum. Starvsmannafelagið sigur seg ikki vera part av málinum, tí felagið hevur gjørt ein sáttmála, segði Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum. Kommunala Arbeiðsgevarafelagið kravdi, at landsstýrismaðurin svaraði felagnum og tók avgerðina aftur um ikki at vilja góðkenna sáttmálan, í farnu viku. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, svaraði við at biðja Kommunala Arbeiðsgevarafelagið koma á fund í hesi vikuni. Tað ger felagið ikki, tí einki er at tosa um, sigur Annika Olsen, forkvinna í felagnum. Kommunala Arbeiðsgevarafelagið er farið undir at fyrireika at leggja málið fyri rættin, so ein avgerð fæst sum skjótast. Felagið fer at heita á Føroya rætt um at avgreiða málið sum skjótast, sigur Annika Olsen. Tað hevur skund at fáa trætuna avgreidda, tí yvir 500 kommunal starvsfólk eru limir í Starvsmannafelagnum, sigur hon. Ger Jørgen Niclasen av at broyta avgerðina, so fer málið ikki í rættin, leggur hon aftrat. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, sigur seg harmast um, at Kommunala Arbeiðsgevarafelagið ikki vil koma á fund at tosa um støðuna. Men hann sigur, at Fíggjarmálaráðið fer at svara brævinum sum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið sendi í næstseinastu viku, og at tað verður gjørt, tá svarið er liðugt orðað. Jørgen Niclasen vísir á, at sáttmálin, sum í gjár varð gjørdur við Lærarafelagið, er ein sáttmáli, Fíggjarmálaráðið kann góðtaka, og sum vinnan sigur seg kunna góðtaka, í verandi støðu. Talan er um ein trý ára sáttmála, frá 1. oktober í fjør. Fyrsta árið hækkar lønin 2,56 prosent. Í ár hækkar lønin ikki, men frá 1. januar hækkar lønin hjá lærarum 2,05 prosent. Og 1. oktober næsta ár, hækkar lønin 1,25 prosent. Lønarhækkingin næsta ár er hin sama, sum arbeiðarafeløgini fingu, sigur Fíggjarmálaráðið. Broytingar verða eisini gjørdar í flokkingaravtaluni, men talan er bert um smávegis broytingar, sigur Jørgen Niclasen. Og nú fáa lærarar ferðaendurgjald fyri tænastuørindi, so sum próvtøkur, skeið og fundir. Ein líknandi sáttmála sigur Jørgen Niclasen seg vera sinnaðan at góðkenna, um Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið kunnu semjast um tað. Sáttmálin, sum er gjørdur við Lærarafelagið, verður eisini grundarlag fyri sáttmálunum, ið skulu gerast við onnur feløg, sigur landsstýrismaðurin. Kvívík telist millum tær vakrastu og hugnaligastu bygdirnar í Føroyum. Og vit hitta fólk í heimablídni á Kletti, samstundis sum vit eisini eru á ferð í bygdini. Vit hitta vertin á Kletti, Marionnu Eysturoy, og vit prátað við Hera M Müller, borgarstjóra, og Sonju Schneider, ið tekur sær av grønu økjunum í kommununi. Vit skifta orð við Randi Jacobsen, ið er ein av kvinnunum, ið manna fimm mannafarið Junkaran. Tummas Marni Joensen er søgufróður kvívíkingur, ið fer at siga okkum frá grannalagnum á Kletti. Grækaris A. Joensen tók fyri nøkrum árum síðani stig til at fáa gjørd húsini hjá I. P. Gregoriussen, vanliga nevndur Jóan Petur uppi í Trøð, til eitt bygdasavn. Vit fara at vitja. Og vit fara eisini at fregnast hjá Boga Karbech Mouritsen, ið skipar fyri whisky skeiði. Tú kanst hoyra sendingina her Luttakarar Margreth Olsen, stjóri í Sernámi, Michael Boolsen, fúti og formaður í Farsóttarnevndini, Leivur Persson, formaður í Koronaráðgevingini og Heini í Skorini, Ph.D. í altjóða viðurskiftum. Saman við øðrum átøkum eru broytingarnar í fiskivinnulógini ein skipað niðurlaðing og háðan av útróðrarvinnuni, sigur Finnbjørn Vang, sum formaður í felagnum hjá útróðrarmonnum. Fiskivinnan er nú ein stongdur heimur, og verandi reiðarí hava fingið hundraðtals milliónir í meirvirði við 12 ára loyvum. Tað sigur búskaðarfrøðingurin, Hans Ellefsen. Leygardagin lata Føroyar upp fyri so at siga øllum Evropa. Hetta merkir, at nú verður størri orka sett inn, at gera koronukanningar á flogvøllinum. Tað er kravt, men ókeypis, at verða kannaður, og landslæknin hevur góðkent kanningarháttin hjá privatu fyritøkunum. Skipanin við koronukanningum er fyribils galdandi til 10. juli. Sambært corona.fo, fer tað eftir hetta at kosta 390 krónur, at verða kannaður á flogvøllinum, og 500 krónur, at verða kannaður, tá tú kemur við Norr nu. Men lógarheimild er ikki fyri at taka pening fyri kravdar kanningar. Grindamenninir hava fingið góðkenning frá Koronaráðgevingini, men sýslumenninir halda tó ikki, at tað er ráðiligt, at halda grind til. Teir kenna seg hinvegin kroystar burtur av økinum, tí tað er ov trupult hjá kundunum at sleppa framat sølutorginum. Annika Olsen, borgarstjóri í Havn lovar, at øll vinnan, sum heldur til í Vágsbotni verður hoyrd, tá økið skal skipast av nýggjum. Síðani 2008 hevur krígssavnið verið í Miðvági, men nú er krígssavnið flutt í gamla SOR bygningin í Sørvági, har bretar húsaðust undir seinna heimsbardaga. Marius DC Marius Dam Christophersen hevur sjálvur skrivað allar tekstirnar. Løgini og beat ini hevur hann gjørt saman við Per Ingvald Højgaard Petersen, ið eisini hevur framleitt plátuna, og saman við sínum DJ og samstarvsfelagað Jónas Langgaard. føroysk stuttrøð frá 2004 Í føroysku stuttrøðini frá 2004 Havið ímillum , sum er í tveimum pørtum, fylgja vit kokkinum umborð á Skálabergi, Heina Ósa og familju hansara heima. Skálaberg fór av Klaksvík 24. januar og kom aftur 24. apríl 2004. Gjøgnum Heina uppliva vit dagliga lívið og arbeiðið umborð bæði til gamans og álvara. Heima fylgju vit konuni Petru, og tá 5 ára gamla soninum Hera og eldra beiggjanum Jákupi, sum tá var 20 ára gamal. Lagt til rættis Zacharias Hammer Býráðið samtykti í gjárkvøldið við átta atkvøðum at játta pengarnar. Grannaløg og eigarafeløg kunnu søkja um í mesta lagi 10.000 krónur hvørt at brúka til ólavsøkuhald. Ein reglugerð er gjørd um hendan stuðulin, og umsóknarfrestin er 12. juli. Roknað er við 50 slíkum umsóknum, so hálv millión er sett av. Stovnar á eldraøkinum fáa eisini pengar at halda ólavsøku fyri. Ítrótturin fær 300.000 krónur, tí einki tivoli verður á Skálatrøð. Men ítróttafeløgini skulu arbeiða fyri pengarnar, sigur býráðið. Í fjør fingu ítróttafeløgini 185.000 krónur frá kommununi til tivoliið. Umsitingin hjá Trump sendi áheitanina sama dag, sum myndugleikarnir boðaðu frá, at næstan hálv millión fólk, sum høvdu mist sína heilsutrygging undir koronukreppuni, høvdu fingið endurgjald gjøgnum heilsunýskipanina. Umleið 20 milliónir fólk kunnu missa heilsutrygdina, og heilsuendurgjaldið fyri fólk við álvarsligari sjúkum kann eisini enda við at verða strikað, um Hægstirættur er samdur við umsitingina hjá Trump. Málið kemur fyri í heyst. Texas og aðrir konservativir statir halda, at heilsunýskipanin er í stríð við grundlógina eftir, at Kongressin í 2017 strikaði illa lýddu bótina fyri ikki at hava trygging, men lat framvegis tann tekstin standa, at fólk skulu hava heilsutrygging. Í 2017 royndi Kongressin at strika Obamacare. Tá høvdu Republikanararnir meirilutan, men tað miseydnaðist, og tí hevur Trump nú gjørt alt, hann er mentur fyri at fáa Hægstarætt at seta lógina úr gildi. Roknað verður við. at umleið 27 milliónir fólk kunnu hava mist heilsutrygging sína, tá tey gjørdust arbeiðsleys, eftir at koronufarsóttin rakti USA. Eitt føroyskt uppskot um COVID 19 kanningar fær góða undirtøku í hinum Norðurlondunum. Norðurlendsku stjórnarleiðararnir høvdu videofund í gjár um koronu. Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, kom við uppskoti um, at londini góðkenna COVID 19 kanningar, sum eru gjørdar í øðrum Norðurlandi, so lættari verður at ferðast millum londini. Uppskotið fekk jaliga móttøku. Stjórnarleiðararnir samdust um at biðja heilsumálaráðharrarnar arbeiða víðari við málinum, sigur Løgmansskrivstovan. Stjórnarleiðararnir harmaðust um, at neyðugt var at steingja landamørkini í Norðurlondum. Men hetta var undantaksstøða, sum ikki skal gera norðurlendska samstarvið veikari. Hasfjord bar við botn í innsiglingini í Skopun mikudagin. Tað fer at kosta 2,5 milliónir krónur at rudda innsiglingina til Skopunar havn fyri grót. Tilboðini uppá arbeiðið eru komin. Í 2014, 2015, 2017 og 2019 varð innsiglingin ruddað so frægt fyri grót, at til bar at brúka havnina. Tey 924 ferðafólkini eru sostatt bara gott hálvt prosent av tí, sum tað plagar at vera. Sambært upplýsingum frá íslendska ferðaráðnum, koma vanliga umleið seks prosent av ferðafólkunum í apríl. Við at rokna hesi seks prosentini, so tað svarar til samlaða talið, er neyðugt at fara 60 ár aftur í tíðina til 1961 fyri at finna færri ferðafólk í Íslandi í apríl. Tó eru ongar upplýsingar um, hvønn mánað ferðafólkini komu til landið tá. Fram til 2002 varð bara skrásett, hvussu nógv útlendsk ferðafólk komu til landið, men ikki hvønn mánað. Koronufarsóttin og tilmælini hava av álvara skert ferðavinnuna. Í februar í ár komu 133.000 útlendsk ferðafólk til Íslands, og fyrru helvt í mars 64.000 ferðafólk, men í seinnu helvt í mars komu sløk 16.000. Heldur henda gongdin fram, fer samanberingin við 1961 at halda fram. Tað árið komu tilsamans 13.500 útlendsk ferðafólk til Íslands. Skandinaviska flogfelagið, SAS, hevur sagt 560 flogskiparum i Noregi, Danmark og Svøríki, úr starvi. Hetta er liður í spariætlanini hjá flogfelagum, skrivar svenska kringvarpið, SVT. SAS boðaði í apríl frá, at 5.000 starvsfólk verða søgd úr starvi, tað er næstan helmingurin av øllum starvsfólkahópinum. Talan er um 1.300 í Noregi, 1.900 í Svøríki og 1.700 í Danmark. Fyrr í hesum mánaðinum vórðu 350 flogternur hjá flogfelagnum sagdar úr starvi, og nú standa 560 flogskiparar fyri tørni, skrivar SVT. Orsøkin er, at flogfelagið er meint rakt av koronukreppuni. Millum annað minkaði talið av fráferðum frá svenskum flogvøllum í mai við 98 prosentum, samanborið við mai í fjør. Svenska felagið fyri flogskiparar sigur, at SAS leypir framav í sínum uppsagnum, uttan at kanna aðrar loysnir. Felagið vísir millum annað á, at støðan kann verða broytt, tá uppsagnartíðin hjá flogskiparunum endar. Fleiri flogskiparar hava langa uppsagnartíð. Hvussu kann SAS vita, hvussu støðan verður um hálvt ár, tá flogskipararnir fara úr felagnum, spyr leiðarin fyri felagnum hjá flogskiparum, Martin Lindgren, sambært SVT. Tær eru ikki allar plátur, sum yvirlivdu ballini í 80 inum. Alt lívið fær sínar skøvur. Nú skriva vit 2020. Vit sleppa ikki undan einum afturhvarvi. Morgunsendingin skiftir orð við tveir av upprunalimunum, Steintór Rasmussen og Rana Nolsøe, um tíðina við Føroya kanska fólkakærasta bólki. Tað verður kostnaðurin fyri at koyra gjøgnum Eysturoyartunnilin. Tað hevur partafelagið Eystur og Sandoyartunlar júst kunngjørt í tíðindaskrivi til fjølmiðlarnar. Ímeðan kundar, sum brúka Vágatunnilin og Norðoyatunnilin, gjalda fyri túrin aftur og fram, verður hetta ikki gjørligt í Eysturoyartunlinum. Orsøkin er, at fólk kunnu koyra gjøgnum tunnilin tann eina vegin, og koyra heim aftur eftir landsvegnum, og sostatt ikki gjalda ella brúka Eysturoyartunnilin. Tí eru allir prísirnir, sum partafelagið Eystur og Sandoyartunlar júst hevur kunngjørt, fyri einvegis túrar. Sí allar prísirnar, fyri at koyra gjøgnum tunnilin, niðan fyri her. Yvirlit Kostnaðurin fyri persónbilar við haldi Streymoy Eysturoy Rókin Strendur Túrar 1 10 75 krónur 25 krónur Túrar 11 20 74 krónur 24 krónur Túrar 21 30 73 krónur 23 krónur Túrar 31 40 72 krónur 22 krónur Túrar 41 65 krónur 20 krónur Fólk, sum ikki fara at tekna hald hjá tunnilsfelagnum, gjalda 100 krónur í ómaksgjaldi. Tískil verður kostnaðurin 175 krónur hjá fólki, sum ikki hava tunnilshald. Yvirlit Aðrir prísir Streymoy Eysturoy Hald Uttan hald Persónbilar 75 krónur 175 krónur Motursúkklur 60 krónur 160 krónur Leigubilar 75 krónur 175 krónur Hýruvognar 75 krónur 175 krónur Rókin Strendur Hald Uttan hald Persónbilar 25 krónur 125 krónur Motorsúkklur 20 krónur 120 krónur Leigubilar 25 krónur 125 krónur Hýruvognar 25 krónur 125 krónur Streymoy Eysturoy Hald Uttan hald Vørubilar lt 2700 kilo 150 krónur 250 krónur Vørubilar 2700 3500 kilo 300 krónur 400 krónur Lastbilar trailarar 400 krónur 500 krónur Bussar 10 19 setur 475 krónur 575 krónur Bussar lt 19 setur 1.250 krónur 1.350 krónur Rókin Strendur Hald Uttan hald Vørubilar lt 2700 kilo 50 krónur 150 krónur Vørubilar 2700 3500 kilo 100 krónur 200 krónur Lastbilar trailarar 100 krónur 200 krónur Bussar 10 19 setur 300 krónur 400 krónur Bussar lt 19 setur 750 krónur 850 krónur Hava vit etikk, tí vit vilja verja okkum móti hvørjum øðrum, so vit ikki gera okkum inn á hvønn annan Eru tað avtalur um atferð, so til ber at liva Ger etikkur okkum til menniskju og hevjar okkum uppum djórini Í hesum sambandi verða konsertir 5. juli í mentanarhúsinum SALT og 6. juli í Norðurlandahúsinum. Hví bleiv orkestrið stovnað, og hvat er so hent hesi 25 árini Tað spyrja vit Ólav Jakobsen, ein av stovnarunum. Hoyrið samrøðuna her Stóra listasavnið hjá Bank Nordik, sum varð skipað sum grunnur fyri góðum trimum árum síðani, fer nú veruliga vil verka. Næstu fimm árini fer grunnurin at keypa føroyska samtíðarlist fyri 150.000 krónur árliga. Vit hava hitt formannin fyri savnið, Helga Fossádal. Annað uppskotið var frá Tjóðveldi. Hetta er sama uppskot, sum formaður floksins, Høgni Hoydal, hevði til aðru viðgerð. Mælt verður til at strika allar 23 broytingar uttan tvær. Onnur broytingin krevur, at fiskaður fiskur verður seldur á góðkendari uppboðssølu. Hin er um, at royndarloyvi kunnu latast í fimm ár heldur enn trý ár. Higartil er koppsetingin roynd á djór, og royndirnar vísa, at koppsetingin er trygg, og kann fyribyrgja koronusmittuna, skrivar BBC. 300 bretar hava bjóðað sær at royna koppsetingina. Gongst alt sum ætlað, fer eitt størri kanningararbeiði í gongd í oktober, tá 6.000 fólk skulu royna koppsetingina. Eydnast koppsetingin, fer hon at kollvelta mátan, vit verja okkum móti líknandi sjúkum í framtíðini, sigur Robin Shattock, professari, sum er leiðari á verkætlanini. Koppsetingin verður framleidd á Imperial College London, og er ein av mongum royndum kring heimin at framleiða eina koppseting móti koronusmittuni. Í løtuni eru umleið 120 koppsetingarverkætlanir í gongd. Talan er um viðgerð av viðkvomum persónsupplýsingum. Tí er neyðugt við loyvi frá Dátueftirlitinum, og slíkt loyvi er ikki givið, hóast landslæknin í gjár segði nakað annað. Tað er Heilsumálaráðið, ið hevur heitt á Koronuráðgevingina á Arbeiðs og Brunaeftirlitinum, um at standa fyri kanningunum, sum privatu fyritøkurnar Thetis og Amplexa fremja í verki. Læknafakligur ábyrgdarpersónur fyri kanningunum er Pál Weihe. Hann sigur við Kringvarpið, at um neyðugu loyvini ikki eru upp á pláss, tá kanningarnar skulu byrja klokkan tvey í morgin, so verður ikki farið í gongd við at krevja fólk kannað, fyrr enn neyðugu loyvini eru í lagi. Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, sigur í viðmerking, at hann gongur út frá øll loyvini eru upp á pláss. Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, vil ikki viðmerkja støðuna. Kringvarpið hevur eisini spurt Landslæknan, hví hann í gjár upplýsti, at øll loyvi vóru í lagi. Men enn hevur landslæknin ikki svarað. Leivur Persson, stjóri í Arbeiðs og Brunaeftirlitinum, sum hevur ábyrgdina av Koronuráðgevingini, sigur við Kringvarpið í kvøld, at arbeitt verður av øllum alvi at fáa neyðugu loyvini klár til klokkan tvey í morgin, tá fyrstu kanningarnar altso skulu gerast. Arbeiðið verður steðgað, meðan Yvirfriðingarnevndin viðger málið. Yvirfriðingarnevndin skal nú eisini taka støðu til, um økið í Mykinesi, sum er sóknarfriðað, skal friðast heilt. Tað vil siga, at reglurnar fyri økið verða enn strangari. Skúlin verður væntandi handaður Sunda Kommunu seinni í summar. Næmingarnir sleppa tó ikki at brúka skúlan beinavegin, men mugu bíða til í heyst. Tá uppskotini um endaliga avhending av veiðirættindum og um skatting av vinningi frá sølu av veiðirættindum fingu triðju viðgerð í Løgtinginum í dag, var orðaskiftið óvanliga hvast og til tíðir ógvusligt. Heitið á bólkinum, Svabonio, kemur frá einum skaldanavni, sum Jens Christian Svabo, helst í skemti, brúkti, tá hann skuldi føra seg fram sum tónleikari í Keypmannahavn. Navnið Svabonio klingaði italskt, og tá, í tíð Nólsoyar Pálls, sá man nokkso nógv up til italienar og italskan musikk. Kvartettin Svabonio fer at spæla tónleik eftir Svabo úr nótabókini hjá honum frá 1775, umframt Beethoven og Mozart. Talan verður um lættari dansitónleik, sum man spældi nógv tá til veitslur tá í tíðini eisini í Føroyum. Tey, ið manna Svabonio, eru Angelika Hansen, violin Fiona Parker, horn Daniel Rye, klarinett Ólavur Jakobsen, gittar. Konsertirnar hjá Svabonio eru partur av Summartónum 2020 Herfyri varð fasta framsýningin á Listasavni Føroya umskipað, og fleiri listaverk, sum høvdu staðið og savnað støv í fleiri ár, komu fram í ljósmálan. Eitt av hesum verkum er eftir Anniku á Lofti. Vikuskiftissendingin setti henni stevnu á listasavninum til eitt prát um hetta listaverkið og um hennara list sum heild. Á facebook er ein bólkur, sum eitur Gamlar myndir úr Havn . Ein gomul mynd av nøkrum fiskimonnum varð eina ferð løgd út á bólkin, uttan at tað fylgdi nøkur serlig frágreiðing við. Tað serliga við júst hesari myndini var, at onkur hevði viðgjørt hana, og litir vóru settir á. Hetta fekk Ole Wich fram at knappaborðinum. Hann kallaði hetta søguliga falsan við øðrum orðum fake news. Við hesum sum útgangsstøði setti vikuskiftissendingin Ole stevnu á Tinganesi, har evnið var tvær gamlar myndir, og hvussu tær kundu brúkast sum søguligar keldur. Eisini tekur Ole saman um brúkið av visuellum keldum í føroyskari søguskriving. Hann heldur, at tað verður lagdur alt ov lítil týdningur í at brúka myndir sum keldur. Og sum ein avleiðing, heldur hann, at myndasavnið á Tjóðsavni Føroya, sum herfyri mundi farið upp í royk, verður alt ov aftarlaga raðfest. Landsstýrið hevur annars boðað frá, at frá í dag at rokna skulu øll ferðandi til Føroya kannast fyri koronusmmittuna. Einasta undantak er børn undir 12 ár. Hetta er eisini galdandi fyri Føroyingar, búsitandi í Føroyum ella uttanlands. Í avtaluni stendur, at Thetis ger kanningarnar fyri heilsuverkið. Tað merkir, at tað er Heilsuverk Føroya, Deildin fyri arbeiðs og almennaheilsu, sum er dátuábyrgdari. At Thetis fremur kanningarnar í verki merkir, at Thetis er dátuviðgeri. Og tí er tað smápartafelagið Thetis, sum viðger persónsupplýsingar vegna Deildina fyri arbeiðs og almannaheilsu. Í sáttmálanum millum Heilsumálaráðið og smápartafelagið Thetis stendur, at hann kemur ikki í gildi, áðrenn góðkenning er fingin til vega frá Dátueftirlitinum til verkætlanina. Uttan góðkenning geri eg einki. Tá verður tað í besta føri eitt sjálvboðið tilboð til tey ferðandi at lata seg kanna fyri korona, sigur Pál Weihe. Fyrsta flogfarið lendir í Vágum klokkan 14 05, síðani kemur eitt flogfar úr Murmansk klokkan 18, og eitt úr Keypmannahavn klokkan 19 10 Kjakast verður um rættiligar vinir, neiligar starvsfelagar, avbjóðingar í parlagnum, stuðul til Trom filmsverkætlanina, prísstøði hjá Skálafjarðatunnilinum og ymiskt annað. Hotel Brandan, ið er partur av Smyril Line samtakinum, letur upp fyri gestum 1. juli, tveir mánaðir seinni enn ætlað. Síðstu mánaðirnir við koronakreppuni hava verið buldrasligir fyri nýggja gistingarhúsið, ið einans fekk avlýsingar frá vitjandi, heldur enn bókingar. Fyri Eysturkommunu hevur tað stóran týdning, at henda filmsverkætlanin verður veruleiki, og at krimirøðin verður tikin upp í Føroyum, sigur Jóhan Christiansen, borgarstjóri. Tórfinnur Jákupsson hevur skrivað handritið til sjónvarpsrøðina Trom, sum byggir á fýra bøkur hjá Jógvani Isaksen. Tær eru Blíð er summarnátt á Føroyalandi, Gráur oktober, Krossmessa og Norðlýsið. Tórfinnur Jákupsson er gøtumaður, og tað hevur týdning, nú kommunan hevur gjørt av at stuðla verkætlanini við einari millión krónum, sigur Jóhan Christiansen. Eysturkommuna vil, at partar av røðini eisini verða filmaðar í kommununi, men lyfti um tað hevur borgarstjórin tó ikki fingið enn. Ein onnur treyt við millióna stuðlinum úr Eysturkommunu er, at landskassin eisini veitir munandi stuðul til verkætlanina, soleiðis at krimirøðin eisini kann filmast í Føroyum. Sambært stigtakarunum er tørvur á fýra milliónum krónum í afturberingarstuðli, fyri at krimirøðin skal kunna filmast í Føroyum, og ikki í Íslandi, har hesin stuðul longu er tøkur. Seinasta Jambalaja sending á hesum sinni. Vit spæla nýggjan tónleik, og tríva í nakrar av teimum bestu sangunum, sum hava verið at hoyrt vetur. Takk fyri hesaferð. Í løgtinginum í gjár royndu andstøðuflokkarnir at fáa 17 undirskriftir fyri at sleppa at leggja eitt uppskot fram, sum skal tryggja, at upptøkurnar til Trom verða gjørdar i Føroyum. Men tað eydnaðist ikki. Stigtakararnir til filmsverkætlanina boðaðu í vikuni frá, at um fýra milliónir krónur í afturberingarstuðli ikki fáast úr Føroyum, so verða upptøkurnar til krimirøðina gjørdar í Íslandi ístaðin. Málið er at fáa pengarnar við á eykajáttan í heyst, sigur Helgi Abrahamsen, sum fer at taka málið upp á landsstýrisfundi týsdagin. Sambært stigtakarunum er tørvur á fýra milliónum krónum í afturberingarstuðli, fyri at krimirøðin skal kunna filmast í Føroyum, og ikki í Íslandi, har hesin stuðul longu er tøkur. Í lesarabrævi í kvøld mælir Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar Kommunu, til, at Kommunufelagið, Mentamálaráðið og Vinnumálaráðið skjótast gjørligt seta seg saman fyri at finna neyðugu fíggingina. Og Runavíkar Kommuna er sinnað at stuðla fíggjarliga, skrivar borgarstjórin. Í avtaluni stendur, at Thetis ger kanningarnar fyri heilsuverkið. Tað merkir, at tað er Heilsuverk Føroya, Deildin fyri arbeiðs og almennaheilsu, sum er dátuábyrgdari. At Thetis fremur kanningarnar í verki merkir, at Thetis er dátuviðgeri. Og tí er tað smápartafelagið Thetis, sum viðger persónsupplýsingar vegna Deildina fyri arbeiðs og almannaheilsu. Dátueftirlitið skuldi meta um fysisku , fyrisitingarligu og tøkniligu trygdina í tí, sum verður gjørt, og um heimildargrundarlagið er í lagi. Dátueftirlitið fekk umsóknina í vikuni, og nakað av tilfarinum kom ikki fyrr enn í gjárkvøldi. Í sáttmálanum millum Heilsumálaráðið og smápartafelagið Thetis stendur, at hann kemur ikki í gildi, áðrenn góðkenning er fingin til vega frá Dátueftirlitinum til verkætlanina. Dátueftirlitið hevði ikki góðkent avtaluna millum Heilsumálaráðið og smápartafelagið Thetis, tá fyrsta flogfarið í dag lendi í Vágum klokkan 13 54. Tað var annars hósdagin 18. juni, at landsstýrið boðaði frá, at frá í dag at rokna skulu øll ferðandi til Føroya kannast fyri koronusmmittuna. Uttan neyðugu heimildina kundi Pál Weihe, læknafakligur ábyrgdarpersónur fyri korona kanningarnar, tí bara heita á ferðadi við seinnapartsflogfarinum um at lata seg kanna fyri korona. Tey ferðandi noyddust at skriva undir, at tey vilja lata seg kanna sjálvboðin, og tað elvdi til nakað av bíðitíð. Sambært Pál Weihe vórðu 125 koronakanningar gjørdar av ferðandi við seinnapartsflogfarinum. Seks fólk vildu ikki lata seg kanna, eitt nú tí at tey mettu seg kunna vísa á eina nýggja koronakanning. Seint seinnapartin góðkendi Dátueftirlitið avtaluna millum Heilsumálaráðið og sp f Thetis, og tí er tvungna skipanin, har øll ferðandi skulu kannast, nú farin at virka. Avtalan millum Heilsumálaráðið og Thetis er galdandi til og við 10. juli. Enn er ógreitt, hvør skipan verður galdandi eftir tann dato. Brimil kom í morgun á Havnina við Váðasteini, sum fekk maskinskaða, tá skipið var á fiskileið vestan fyri Føroyar, sigur vakthavandi hjá Vørn. Váðasteinur var staddur umleið 30 fjórðingar í útnyrðing úr Mykinesi, tá skipið um fýra tíðina seinnapartin í gjár mátti biðja um hjálp, tí girið var gingið fyri. Brimil var hjá skipinum klokkan 20 í gjárkvøldið, og tey bæði skipinu komu á Havnina klokkan seks í morgun, upplýsir vakthavandi hjá Vørn. Skipið hevði sett línu, tá tað mátti biðja um hjálp í gjár, so tann línan stendur í sjónum enn. Váðasteinur varð bygdur á Tórshavnar skipasmiðju í 1977, sambært Teyggjuni. Dátueftirlitið góðkendi seinnapartin í gjár, at øll, sum ferðast til Føroya, kunnu kannast fyri koronu. Tað váttaði stjórin í Dátueftirlitinum, Eyðhild Skaalum, fyri útvarpinum í gjár. Sostatt hevur eftirlitið endaliga góðkent avtaluna millum Heilsumálaráðið og Sp f Thetis, og nú er tvungna skipanin, her øll ferðandi, ið koma til landið, skulu kannast, nú sett í verk. Avtalan millum Heilsumálaráðið og Thetis er galdandi til og við 10. juli. Í løtuni er kortini ógreitt, hvør skipan verður galdandi eftir tann dagin. Heilsumyndugleiknarnir vóru á flogvøllinum og gjørdu kanningar seinnapartin í gjár, áðrenn Dátueftirlitið hevði givið endaligt loyvi til at kanna øll ferðandi, sum koma til landið. Tí kundu heilsustarvsfólkini á flogvøllinum í gjár ikki krevja, at ferðafólkini lótu seg kanna fyri koronu. 125 fólk søgdu ja, og seks fólk ikki vildu lata seg kanna av ymiskum orsøkum. Í Svøríki er tað ein búskaparlig vanlukka fyri ferðavinnuna, at flestu londini í Evropa mæla fólki frá at ferðast til Svøríki. Tað heldur ferðavinnufelagið Visita. Í Svøríki eru flestu ferðafólkini vanliga úr Norra, Danmark, Týsklandi, Finnlandi, og Hollandi, men øll hesi londini mæla sínum borgarum frá at fara til Svøríkis, tí smittutrýstið er so høgt. Harafturat kunnu fólk úr USA ikki ferðast til Evropa. Sambært svenska kringvarpinum er tað ein serliga harður smeitur, at grannalondini Norra og Danmark ikki vilja lata upp fyri Svøríki. Seinastu árini hava grannalondini staðið fyri umleið helvtini av útlendsku gistingunum, sambært Thomas Jakobsson, sum er fíggjarleiðari í Visita. Mælt verður fólki frá at ferðast til Svøríki, tí har eru so nógv, sum hava koronasmittuna. Opið er kortini fyri landspartinum Vasterbotten har norðuri í landinum. Summarið er mest sum farið fyri okkara viðkomandi, men vit vóna sjálvsagt, at Evropa letur upp fyri Svøríki í næstum, sigur Thomas Jakobsson við svenska kringvarpið. Svøríki hevur havt eina aðra koronastrategi enn flestu londini í Evropa. 65.000 fólk eru staðfest smittað, og 5.280 fólk eru deyð av koronasmittuni í Svøríki. Guðni Thorlacius Johannesson heldur fram sum forseti í Íslandi. Hann vann forsetavalið í gjár við stórum meiriluta. Hann fekk 92,2 prosent av atkvøðunum. Valluttøkan á íslendska valinum í gjár var 67 prosent. Mótvalevnið var Guðmundur Franklín Jónsson, sum er búskaparfrøðingur og hotellstjóri á Bornholm. Føroyameistarin, KÍ, vitjar Víking í Sarpugerði í dag. KÍ er nummar fýra undan dystinum, men bert tvey stig eru upp til oddaliðini, HB og B36. Víkingur hinvegin er seks stig aftanfyri KÍ, og kann tí fáa eitt ávíst samband aftur við fremstu liðini, um teir ljósabláu vinna í dag. Liðini spældu í Klaksvík í 7. umfari, og tá vann KÍ 4 1. Nógvir dystir í dag Tríggir aðrir dystir eru í Betrideildini við monnum í dag. ÍF tekur ímóti TB, HB vitjar Skála og á Argjum spæla AB og NSÍ. Í Betrideildini við kvinnum er fult umfar í dag. HB og oddaliðið, KÍ, spæla í Gundadali, ÍVB tekur ímóti B36, og NSÍ vitjar EBS Skála. Dystirnir í dag Betrideildin, menn Víkingur KÍ 15 00 ÍF TB 15 00 Skála HB 15 00 AB NSÍ 17 00 Betrideildin, kvinnur EBS Skála NSÍ 13 00 HB KÍ 14 45 ÍVB B36 18 00 Tað verða 40 minuttir styttri, og fer at taka 15 minuttir at koyra millum Havn og Runavík, koyra fólk gjøgnum Eysturoyartunnilin heldur enn at koyra eftir landsvegnum, tá tunnilin letur upp. Tað sigur P f Eystur og Sandoyartunlar, sum hevur roknað út, hvør munurin er, um fólk velja heldur at brúka tunnilin enn landsvegin, tá tunnilin letur upp um ársskiftið. Fyri fólk í Klaksvík og Norðoyggjum verður tað 27 minuttir styttri at koyra, og tá fer túrurin úr Klaksvík til Havnar at taka 41 minuttir at koyra, sambært útrokningum hjá felagnum. Hinvegin, so verður minst at spara í tíð á strekkinum Tórshavn Funningsfjørður, sambært yvirlitinum. Tann túrurin verður 11 minuttir styttri. Eiði, Elduvík og Gjógv standa ikki í yvirlitinum hjá felagnum. Í yvirlitinum her sært tú, hvussu koyritíðirnar verða broyttar millum tey ymisku støðini og Havnina. Fyrsta raðið vísir, hvussu farleiðin styttist í minuttum, annað raðið koyritíðina og triðja verandi koyritíð. Tað fer at kosta 75 krónur at koyra gjøgnum Eysturoyartunnilin við persónbili hvønn vegin, tá tunnilin letur upp, kunngjørdi P f Eystur og Sandoyartunlar felagið fríggjadagin. Tað vísir tann nýggjasta uppgerðin hjá John Hopkins University, ið skrásetir tøl frá heilsumyndugleikunum í øllum heiminum, sambært BBC News. Flestu COVID 19 tilburðirnir eru skrásettir í USA. Har hava meira enn 2,5 milliónir fólk higartil fingið staðfest smittuna, vísa nýggjastu tølini. Hini londini á topp 10 listanum, har nógvir tilburður eru staðfestir, eru Brasil, Russland, India, Stóra Bretland, Peru, Kili, Spania, Italia, Iran og Meksiko. Líkt er eisini til, at samlaða talið á fólki í heiminum, sum eru deyð av COVID 19, seinnapartin fer upp um eina hálva millión, skrivar BBC News. Higartil eru 499.296 fólk í øllum heiminum deyð av COVID 19, vísir nýggjasta uppgerðin hjá John Hopkins University. Í Føroyum er eingin deyður av smittuni. Sálmar 502 Við náði í Guðs hjarta 2 Lovsyng tínum Harra, hvør ein kristin vørr 21 Algóði faðir tú yndismilt bendir 271 Eg fátækur snúgvi mær, faðir 333 Frið sum troyst í sakni her Maria Summers við Skipá prestur prædikar, Inga Fossdal í Kálvalíð er deknur, við orglið situr Marius Dam og klokkari er Jóhan Petur Petersen Tøkningur í kirkjuni er Pauli Magnussen. Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, er farin undir at kanna, hvussu javnvág kann fáast í raksturin hjá Heilsutrygd. Sum støðan er nú, er ætlanin at gera broytingar til fíggjarlógina fyri næsta ár, sum skal leggjast fyri Løgtingið fyri 1. oktober. Uppskotini eru partur av hugskotsarbeiði, sum kommunan er í gongd við, ið skal samansjóða útróðrarlív, frítíðarvirksemi, ferðavinnu og íbúðarbygging. Talan er ikki um eina kapping, men heldur at fáa lagt uppskot fram fyri almenningin, sum kann brúkast sum grundarlag til at menna økið við havnarlagið. Sum frálíður er hugsandi, at ein sersamtykt verður gjørd fyri økið, ið kann stýra bygging og virksemi í økinum, sigur Nes kommuna. KOKS sleppur at halda fram við virkseminum frammi við Gjónna í Leynum. Tað sigur Yvirfriðingarnevndin, sum nú er komin við sínari niðurstøðu í málinum um ein friðaðan bygning, sum lá í buktini. Tað var í mars í fjør, at KOKS fekk boð um, at virksemið frammi við Gjónna skuldi riggast av og at matstovan skuldi steingja tann 1. september í fjør. Orsøkin var ein bygningur, sum Gist og Vist umvældi og umbygdi til at hýsa einum køki og starvsfólkavesi á einum øki, sum varð friðað í 1983. Yvirfriðingarnevndin vístí í mars í fjør til grein 6 í náttúrufriðingarlógini um at øll nýbygging á friðaða økinum frammi við Gjónna skal hava beinleiðis tilknýti til landbrúk. Í sínum noktandi svari, vísti Yvirfriðingarnevndin á, at hon í síni tíð gav loyvi til, at nýggi bygningurin varð bygdur á friðaða økinum, tí hann eftir ætlan skal latast bóndanum at brúka til sítt landbrúk, tá KOKS gevst frammi við Gjónna. Orsøkin er, at Yvirfriðingarnevndin hevur eftirlíkað ynskinum hjá Friðingarnevndini í Streymoyar sýslu, sum mælti til lutvíst at strika friðingina, so bygningurin við køki og starvsfólkavesi kann brúkast til matstovuvirksemi. Nevndin heldur ikki, at matstovuvirksemið hjá KOKS frammi við Gjónna hevur órógvað náttúruna, ella at bygningurin, sum varð bygdur uppaftur, misprýðir økið frammi við Gjónna. Guðni Thorlacius Johannesson heldur fram sum forseti í Íslandi. Hann vann forsetavalið í gjár við stórum meiriluta. Hann fekk 92,2 prosent av atkvøðunum. Valluttøkan á íslendska valinum í gjár var 67 prosent. Mótvalevnið var Guðmundur Franklín Jónsson, sum er búskaparfrøðingur og hotellstjóri á Bornholm. Tað sigur Leivur Persson, stjóri á Arbeiðs og brunaeftirlitinum, ið hevur ábyrgdina fyri, at kanningarnar á flogvøllinum verða gjørdar. Tvey flogfør komu í gjárkvøldið, eftir at Dátueftirlitið hevði givið endaliga loyvið. Einki ferðafólk noktaði at lata seg kanna í gjárkvøldið. Í dag eru trý flogfør komin í Vága floghavn, og heldur ikki í dag hava fólk noktað, at myndugleikarnir kannaðu tey, sigur Leivur Persson við Kringvarpið. Tað var ikki fyrr enn seint seinnapartin í gjár, at Dátueftirlitið gav endaligt loyvi til, at myndugleikarnir kundu noyða fólk at lata seg kanna. Heilsumálaráðið hevur gjørt avtalu við privatu kanningarstovuna Thetis, um at kanna fólk, tá tey koma til landið við flogfari ella skipi. Avtalan millum Heilsumálaráðið og Thetis er galdandi til og við 10. juli. Í løtuni er ógreitt, hvør skipan verður galdandi eftir tann dagin. Dysturin millum Víking og KÍ í Sarpugerði í Norðragøtu var bara 12 minuttir gamal, tá Finnur Justinussen legði heimaliðið á odda 1 0. Tá javnaði norðmaðurin, Ole Erik Midtskogen, fyri gestirnar, og í 90. minutti var tað Páll A. Klettskarð, sum vann dystin fyri KÍ, tá hann setti bóltin í málið til endaliga úrslitið 2 1 til KÍ. Minuttin eftir legði Heðin Hansen HB framum, og tá 80 minuttir vóru spældir, staðfesti Heðin Hansen sigurin, tá hann skoraði til 3 1 til gestirnar. NSÍ mátti stríðast fyri sigrinum móti AB. Argjamenn javnaðu til 2 2 seint, men enn seinni skoraði Klæmint A. Olsen sigursmálið fyri toppliðið. Almannamálaráðið hevur sett seg í samband við kommununa, tí nú skal nýtt heim byggjast til fólk við menningartarni og fjølbreki. Tað skrivar heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu. Heimið skal fylgja almenna bústaðarpolitikkinum um, at vit skulu liva lið um lið sama hvør aldurin ella tørvurin hjá borgarunum er. Á býráðsfundi í Tórshavnar kommunu hóskvøldið varð samtykt at selja Almannamálaráðnum økið í Reynstúni til sambýli til fólk við menningartarni og fjølbreki. Kinesiskir myndugleikar koyrdu í gjár 500.000 fólk í sóttarhald fyri at berja niður koronusmittuna, sum nú ger um seg uttan fyri høvuðsstaðin, Beijing. Eftir at Kina í stóran mun fekk tamarhald á smittubreiðsluni, eru hundraðtals fólk vorðin smittað í Beijing. Seinastu vikurnar eru nýggir tilburðir staðfestir í grannalandspartinum, Hebei. Heilsumyndugleikarnir upplýstu í gjár, at Anxin økið, sum er einar 150 kilometar uttan fyri Beijing, er stongt og undir eftirliti á sama hátt, sum Wuhan var fyrr í ár. Bara eitt fólk úr hvørjari familju sleppur til handils og eftir heilivági eina ferð um dagin. Herdu tiltøkini eru sett í gildi, tí í gjár vóru 14 nýggir virustilburðir staðfestir í Beijing. Síðani miðskeiðis í juni eru 311 tilburðir staðfestir og milliónir av íbúgvum eru kannaðir. Smittan í Beijing hevur slóð til Xinfadi marknaðin, sum útvegar meginpartinum av býnum feskar matvørur. Báðir hava havt avgerandi týdning fyri fleiri sigrar higartil í ár, og sambært heimasíðuni, sum hevur gjørt hagtøl upp fyri málverjar, skarar Tórður Thomsen framúr higartil í ár. Tað hevur víst seg, at avrikini hjá málmonnum kunnu vera sveiggjandi, og Jens Martin Knudsen, fyrrverandi A landsliðsmálmaður og hjálparvenjari hjá NSÍ, kemur við nøkrum boðum upp á orsøkir til sveiggini. Talan er um álvarsligu virussjúkuna, Infektiøs Laksa anemi stytt ILA sum er staðfest hjá Salaks í Bjørga í Solbergfjørðinum, og norska Matvørueftirlitið hevur givið boð um, at allur laksurin har skal takast. Fríggjadagin letur upp skjalasavn á Tvøroyri. Talan er um verkætlan, sum hevur trý ár á baki, ið Kári Jespersen og Jens Pauli Nolsøe hava staðið á odda fyri. Tvøroyra kommuna hevur fíggjað verkætlanina, og teir báðir hava savnað inn tilfar, sum er fingið til vega úr øllum landinum. Síðani er tilfarið skrásett og lagt á goymslu í framkomnari skipan á gamla Ísvirkinum á havnarlagnum á Tvøroyri. Talan er um tilfar um søgu Tvøroyrar. Móttøka verður fríggjadagin á Seglloftinum á Tvøroyri, áðrenn farið verður út á Skjalasavnið, har landsstýrismaðurin í mentamálum letur savnið upp alment. Summarfestivalurin, sum er stóra tónleikatiltakið í Klaksvík í august, er avlýstur og verður ikki hildin í ár. Orsøkin er koronusmittan. Í tíðindaskrivi upplýsa fyriskipararnir, at teir fylgja tilmælunum frá myndugleikunum, sum siga, at eingi stór tiltøk skulu haldast fram til endan av august. Og tá útlit ikki eru fyri, at hesi tilmæli verða broytt, hevur Summarfestivalurin nú tikið endaliga støðu um at avlýsa festivalin í ár. Arbeitt verður við at flyta høvuðsnøvnini í ár til festivalin næsta ár. Tað ber eisini til at fáa atgongumerki endurgoldin, skrivar heimasíðan hjá festivalinum. G Festivalurin í Gøtu boðaði herfyri frá, at tey avlýsa festivalin í ár. Men tónleikatiltakið Voxbotn í Havn er útsett til september. Næstan 260.000 nýggir tilburðir av koronu í eina viku. Tað er støðan í Brasil, og støðan er ring, tí talan er um met. Í næstsíðstu viku varð eitt annað keðiligt met sett. Tá doyðu 7.285 fólk av COVID 19. So nógv eru ikki deyð í eina viku av farsóttini fyrr. Í farnu viku minkaði hetta talið eitt vet. Tá doyðu 7.005 fólk við koronu í Brasil. Fleiri enn 57.000 fólk eru deyð av koronu í Brasil. Landið verður mett at verða eitt teimum londunum í heiminum, sum er ringast rakt av farsóttini. Føroya rættur hevur dømt ein 35 ára gamlan mann viðgerðardóm fyri at hava havt annað kynsligt samband enn samlegu við eina 12 ára gamla gentu. Hetta hendi á einum sambýli í 2017, upplýsir ákæruvaldið. Maðurin varð ákærdur eftir grein 222 stk. 1 og 225 í revsilógini um annað kynsligt samband enn samlegu við barn yngri enn 15 ár. Av tí at maðurin er menningartarnaður er hann dømdur viðgerðadóm í í mesta lagi trý ár, Almannaverkið skal hava eftirlit við honum, og hann skal eisini fáa vegleiðing í kynslívi. Hetta er eitt sindur minni, enn væntað varð. Tá sparitiltøkini vórðu fráboðað, varð tosað um, at umleið 1.700 fólk hjá flogfelagnum skuldu sigast úr starvi. Talan er um 684 flogternur, 586 starvsfólk á landi, 176 flogskiparar, 96 tøkningar og 51 starvsfólk í umsitingini, skrivar tíðindastovan hjá Ritzau. Hetta er ein tungur dagur í SAS søguni. Koronukreppan hevur rakt SAS við so harðari megi, at vit nú stríðast fyri at yvirliva, skrivar danski pressustjórin, Sille Beck Hansen. Uppsøgnirnar hjá SAS í morgun svara til umleið 1.420 fulltíðarstørv. Tá koronukreppan tók seg upp, vóru tilsamans 11.000 fulltíðarstørv hjá SAS. SAS segði miðskeiðis í juni, at felagið hevði tørv á níggju milliardum, skuldu flogfelagið klára seg. Hesum hava danski og svenski staturin, sum eiga flogfelagið, játtað at hjálpa við. Skandinaviska flogfelagið væntar ikki, at turbulensurin er av í hesum umfarinum. SAS væntar ikki, at eftirspurningurin økist aftur fyrr enn í 2022, sigur felagið í morgun. Í fjør endaðu 63 túsund tons av burturkasti á føroysku ruskstøðunum hjá IRF og á Kommunalu brennistøðini. Hetta er tilfar, sum vit føroyingar tveita burtur, og hjá flestu okkara er hetta tilfar burtur úr huganum, so skjótt tað er farið í ruskposan, ella tá vit hava verið á bingjuplássinum við tí. Men ruskið er ikki horvið, og fyri tey, sum arbeiða við okkara burturkasti, letur ein heilur heimur seg upp, tá vit hava verið á bingjuplássinum við teimum lutum, vit ikki brúka meira. Svøríki setti met í farnu viku, tá 9.094 nýggir koronutilburðir vórðu skrásettir. So nógvir tilburðir eru ikki skrásett áður í eina viku. Undanfarnu tríggjar vikurnar eru millum 6.300 og 6.700 nýggir tilburðir skrásettir hvørja viku. Tað vísa tøl frá eitt nú heimsheilsustovninum, WHO. Tilsamans 65.137 tilburðir við koronu er skrásettir í Svøríki. Fyri hvørjar 100.000 íbúgvar eru 636,71 tilburðir. Samanborið við Danmark er hetta talið 218,31 tilburðir. Almenni svenski smittufrøðingurin, Anders Tegnell, sigur við svenska kringvarpið, at tey kanna munandi fleiri fólk nú enn áður. Tí verða eisini fleiri smittutilburðir skrásettir. Sambært WHO eru 10 milliónir fólk í øllum heiminum smittað við COVID 19, og meiri enn 500.000 deyð. Støðan er serliga ring í USA, Brasil og India. Har verða helvtin av øllum nýggju tilburðunum av korona staðfestir. Seinasta Jambalaja sending á hesum sinni. Vit spæla nýggjan tónleik, og tríva í nakrar av teimum bestu sangunum, sum hava verið at hoyrt vetur. Bygginevndin heldur ikki tað er fíggjarligt rásarúm í løtuni at byggja annað byggistig í einum, har byggikostnaðurin við øllum kann koma uppá 70 milliónir krónur. Hetta merkir, at felagsøkið, kullan, smíðstova, jarnsmíðstova og tríggjar skúlastovur ikki vera gjørdar, men tað ávirkar tó ikki skúlagongdina hjá næmingunum á skúlaøkinum, skrivar Vága kommuna. Annað byggistig er mett at kosta 39,2 milliónir krónur. Í august verður parturin, sum er eftir av gamla skúlanum á Giljanesi, rivin niður, so klárt er at fara í gongd við arbeiðið. Vera fíggjarligu vánirnar betur í byggitíðini, mælir bygginevndin til at projektera triðja byggistig eisini, skrivar Vága kommuna. Skála HB, 1 3 1 0 Jan Ingason Hansen, 45 minuttir. 1 1 Daniel Johansen, 73 minuttir br. 1 2 Heðin Hansen, 75 minuttir. 1 3 Mathias Nygaard, 80 minuttir. EBS Skála B36, 2 6 0 1 Maria Johansen, 2 minuttir. 0 2 sjálvmál, 13 minuttir. 0 3 Edna Maria á Regni, 35 minuttir. 0 4 Rúna Olsen, 51 minuttir. 1 4 Sunnvá Fagradal, 55 minuttir. 1 5 Heidi Sevdal, 68 minuttir. 2 5 Eydna á Bø, 83 minuttir. 2 6 Heidi Sevdal, 87 minuttir. AB NSÍ, 2 3 0 1 Aron Knudsen, 8 minuttir. 1 1 Bjarki Nielsen, 17 minuttir. 1 2 Petur Knudsen, 76 minuttir. 2 2 Bjarki Nielsen, 86 minuttir. 2 3 Klæmin A. Olsen, 88 minuttir. HB KÍ, 2 3 1 0 Julia Naomi Mortensen, 4 minuttir. 2 0 Kára Djurhuus, 17 minuttir. 2 1 Eyðvør Klakstein 32 minuttir. 2 2 Rannvá B. Andreasen 64 minuttir. 2 3 Rannvá B. Andreasen 65 minuttir. Sáttmálin gekk út 1. oktober í fjør. Síðan tá hava partarnir verið á fimm fundum, og í morgun skrivaðu tey undir semju um nýggjan sáttmála. Sáttmálin verður sostatt galdandi í tíðarskeiðinum frá 1. oktober 2019 til 1. oktober ár. Nýggi sáttmálin byggir á lønarhækking í krónum. Handverkarar, ið eru á stigunum 1 27 fáa 795 krónur oman á mánaðarlønina, meðan handverkarar, ið eru á stigunum 28 40 fáa 595 krónur oman á mánaðarlønina, skrivar Kommunala Arbeiðsgevarafelagið í fráboðan. Prísurin fyri at koyra ígjøgnum Eysturoyartunnilin er sjokkerandi høgur og ger, at nógv fólk fara heldur at brúka gomlu farleiðina. Tað sigur Janus Rasmussen, sum býr í Gøtu, og arbeiðir í Havn, nú tað er greitt, at tað fer at kosta 75 krónur at koyra hvønn vegin gjøgnum Eysturoyartunnilin og tað er prísurin við haldi. Tað sigur Pál Weihe, yvirlækni á Koronuráðgevingini, sum tó metir tað vera stórt framstig, at øll, sum koma til landið, verða kannað fyri koronu. Stjórnin í Bretlandi fer at kanna orsøkina, men í verandi støðu er løtan ikki tann rætta at venda skjútsið ímóti politikarunum og myndugleikunum, skrivar Reuters. Johnson sigur støðuna vera so ringa, at landið merkir tað inn á bein. Hann var sjálvur eitt skifti lagdur inn á sjúkrahús við korona, og tí skyldar samfelagið øllum, sum eru rakt av sjúkuni eina frágreiðing. Forsætisráðharrin í Bretlandi vísti samstundis aftur, at hann er illa fyri. Nakað sum miðlarnir hava heft seg við, og skriva, at forsætisráðharrin bæði er bleikur og sær sjúkur út. Forsætisráðharrin legði dent á, at stjórnin fer at seta ferð á almennu íløgurnar, fyri at skapa virksemi í landinum, tí nú ber ikki til at spara, um gongd skal fáast á aftur í samfelagnum. Boris Johnson legði dent á, at stjórnin fer at tvífalda íløgurnar og samstundis lækka skattin, svarandi til 1.000 milliardir krónur. Hann vísti á, at eitt slíkt átak, sum amerikanski forsetin, Franklin D. Roosvelt, setti í verk í USA í kreppuni í tríatiárunum, hjálpti USA ígjøgnum kreppuna, skrivar Reuters. Hetta vikuskiftið var tað fyrsta síðani 12. mars, at fólk aftur í Noregi kundu liva sum vanligt. Og tað gjørdu norðmenn, og serliga í Oslo vóru nógv tiltøk. Løgreglan upplýsir, at á leiðini við Oslo vóru boð eftir løgregluni 170 ferðir leygarnáttina. Sunnunáttina var heldur friðarligari. Koronavirusið gevst ikki at smitta, um tiltøkini verða linkað, og fólk eru ikki betur vard nú, enn tey vóru undan vikuskiftinum. Tí mugu fólk taka ávaringarnar í álvara, sigur Erna Solberg við Dagbladet. Norski forsætisráðharrin, Erna Solberg, leggur dent á, at um títtleikin av koronu fer at økjast, so verður neyðugt at herða tiltøkini aftur, sigur hon við blaðið. Í 2019 fekk umboðsmaðurin 72 klagur. Av teimum 72 klagunum, vóru 59 endaliga avgreiddar fyri 31. desember. Løgtingsins umboðsmaður fekk 83 klagur í 2018. Av teimum 72 klagunum í fjør endaðu 18 við áliti, 48 klagur endaðu við eini aðrari viðgerð enn áliti, meðan 11 klagur vórðu avvístar. Í hesi ársfrágreiðing kunnu lesast stuttar frásagnir um ymisk mál, sum umboðsmaðurin hevur viðgjørt í 2019. Somuleiðis kunnu lesast fýra greinar um evnir, sum kunnu hava almennan áhuga. Evnini hesuferð eru Barnsins rættur til umsorgan í fosturheimi og á stovni Vegleiðingarskyldan hjá almennum myndugleikum Skjalainnlit í dátugrunnar Notatskyldan hjá almennum myndugleikum Løgtingsins umboðsmaður hevur eftirlit við, at myndugleikarnir ikki gera mistøk ella vanrøkja sínar skyldur, og at almenna umsitingin ikki fremur órætt ímóti einstaka borgaranum. Frágreiðingin hjá Løgtingsins umboðsmanni verður latin løgtingslimum, landsstýrisfólkum, øðrum almennum myndugleikum og fjølmiðlunum. Frágreiðingin kann lesast her Ársfrágreiðing fyri 2018 Fyrsta dagin verður fyrra turbinan sett út í Vestmannasund, sum skal framleiða streym úr sjóvarfalsorku. Verkætlanin er eitt samstarv millum SEV, Minesto og svenska orkustýrið. Kostnaðurin er 40 milliónir krónur og helvtina rindar Horizon granskingarpengar hjá ES. Skipanin er øðrvísi á tann hátt, og hon stendur ikki føst í sjónum, men ferðast í einum áttatali og dugir sjálv á at skyna, at hon vendir upp ímóti sjóvarfallinum. Seinni í ár verður ein dreki aftrat settur út í Vestmannasund, har teir skulu vera í umleið tvey ár, tá verkætlanin verður eftirmett. Sernám er stovnur hjá landinum, sum skal veita ráðgeving innan sernámsfrøðilig viðurskifti til dagstovnar, skúlar og foreldur, sum varða av børnum og ungum. Seinastu trý árini hevur stovnurin verið gjøgnum broytingar og eina menningarætlan, men mammurnar føla, at børnini hjá teimum eru gloymd í tilgongdini. Foreldrini halda ikki, at tey fáa eina útgreinan og eina diagnosu nóg tíðliga, og so fáa tey heldur ikki røttu ráðgevingina aftaná. Sjónvarpið hevur boðið Margreth Olsen, stjóra á Sernámi, at svara atfinningunum, men hon hevur fyribils borið seg undan bæði í kvøld og í morgin. Hon skrivar, at tá, ið talan er um ávísing til Barna og ungdómspsykiatriina, hevur Sernám møguleika at ávísa, tá illgruni er um til dømis menningarórógv í einum máli, sum Sernám er partur av. Annars er kommunulæknaskipanin inngongdin til sjúkrahúsverkið fyri allar borgarar í Føroyum, og tað er hagar, ið foreldur kunnu venda sær, um tey eru stúrin um barnið. Foreldur eru vælkomin at venda sær til tann stovn ella skúla, barnið gongur í, í mun til tær avbjóðingar, ið foreldrini uppliva, ella beinleiðis til Sernám. Sernám samstarvar við skúlar og dagstovnar, og okkara tænasta er partur av tí hjálp og ráðgeving, ið samanlagt verður veitt eitt nú foreldrum at børnum við avbjóðingum. Mannagongdirnar í Sernámi hava ikki verið nóg greiðar, og tískil hava vit ikki kunnað nærri um tær. Vit eru komin nøkur stig longri nú, og vit vilja fegin dialog við eitt nú ADHD felagið, og vit vilja bjóða teimum til fundar í næstum, sigur Margreth Olsen. Fríggjadagin 10. juli endar fyribilsskipanin, har øll ferðandi til Føroya skulu kannast fyri koronu, og landskassin rindar rokningina. Enn er eingin endalig avgerð tikin um, hvat tá skal henda. Men vit fara at umrøða málið á landsstýrisfundi í morgin, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum. Heilsumálaráðið hevur avtalu við privatu fyritøkuna, Thetis, sum kannar øll ferðandi til Føroya, men henda avtala er bara galdandi til og við 10. juli. Avgerð er heldur ikki tikin um, hvør skal gjalda landskassin ella tann ferðandi um tað framvegis verður eitt krav at lata seg kanna fyri koronu, eisini eftir 10. juli. Pál Weihe, læknafakligur ráðgevi og ábyrgdarpersónur og Bjarni á Steig, yvirlækni og ráðgevi, vitjaðu sjónvarpsstovuna at tosa um, hvat hendir, um ella tá koronasmittan kemur aftur til Føroya. Hóast tey flestu føroysku listafólkini arbeiða við einum abstraktum myndamáli, so benda formar og rørslur í málningunum og myndum annars javnan aftur á náttúruna. Í sendingini hitta vit millum onnur Astrid Andreasen úr Vestmanna, ið arbeiðir við ull. Við ljósa og myrkamorreyðum, hvítum og plantulitaðum tógvi skapar hon mangan í sínum teppum eitt afturljóð av náttúruni. Jóna Rasmussen úr Havn roynir nýggjar leiðir í sínum grafikki. Ofta verða samansett grafisk tøkni brúkt til at gera eina mynd. Myndamál hennara er í stóran mun abstrakt. Sigrun Gunnarsdóttir Niclasen á Eiði hevur funnið seg sjálva í einum ímyndandi stíli, har hennara trúarliga sinni fær andarúm. Í symbol løddum og surrealistiskum lýsingum tekur hon teir stóru tilveruspurningarnar upp til viðgerðar. Olivur við Neyst úr Klaksvík hevur hinvegin førkað seg nærri tí bygda umhvørvinum. Í hansara málningum savnast linjur í húsaveggjum og tekjum í kubistiskari, stundum kaleidoskopiskari kompositión. Torbjørn Olsen úr Havn er tann málarin síðan Mikines, ið hevur gjørt mest við at mála andlitsmyndir. Í málningum hjá Torbirni er mangan ein djúpur litur, ið liggur sum botnur um allan flatan. Aðrir litir, ið verða settir omanyvir, fáa nakað av botnlitinum í seg. Hendan kolorisman kemur serliga fram í kraftfullu litkompositiónum, har myndevnið er útsýnið yvir Vestaravág. Í dag eru 1481 fólk í lønarískoytisskipanini hjá Als. Skipanin skuldi halda uppat í dag, men hon er longd til 31. august. Men nú skal Als ikki longur gjalda, bara umsita skipanina. Frá í morgin rindar landskassin. 20 milliónir krónur eru játtaðar til tað. Skipanin fyri fólkapensjónistar verður tó ikki longd. Hon heldur uppat í dag. Kina hevur nú videoeftirlit í Føroyum. Síðani COVID 19 varð staðfest á einum skeribreitti við laksi í Beijing, vilja kinesiskir matvørumyndugleikar hava videoeftirlit á virkjum, sum útflyta matvørur til Kina. Í dag er slíkt eftirlit á tveimum føroyskum virkjum. Fyrst verður videofundur millum Heilsufrøðiligu starvsstovuna og GACC, kinesiska matvørumyndugleikan, um matvøruvirkini og støðan viðvíkjandi COVID 19 verður viðgjørd og umrødd. Landslæknin er eisini við á fundinum. Síðani verður farið á videoeftirlit á virkjunum, har eftirlitsfólk hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni og fólk frá virkjunum fara at greiða frá umvegis videoleinki til GACC. Sambært kinesisku granskarunum, er virusið staðfest í grísum, men tað kann eisini smitta fólk, skrivar BBC. Granskararnir stúra fyri, at virusið kann mutera, og tað ger tað lættari hjá tí at breiða seg frá fólki til fólk. Virusið skal hava allar eginleikar hjá einum virusi, sum breiðir seg til fólk. Og av tí at tað er nýtt, verður ikki hildið, at fólk eru mótstøðufør móti tí. Seinsta krím farsótt í heiminum var svínakrímið í 2009. Færri fólk doyðu av tí enn stúrt varð fyri, serliga tí fleiri eldri fólk høvdu nakað av mótstøðuføri móti tí, helst tí tað líktist øðrum krím virusum, sum hava gjørt um seg. Fólk kunnu koppsetast fyri svínakrím. Nýggja krímvirusið, sum er funnið í Kina, líkist svínakrími, men er tó ikki heilt sama slag. Tað er ivasamt, um kommunurnar í landinum hava heimild at stuðla sjónvarpsrøðini Trom í felag fyri at tryggja, at sjónvarpsrøðin verður tikin upp í Føroyum. Tað sigur Dennis Holm, formaður í Kommunufelagnum, nú borgarstjórin í Runavík mælir til, at um landið ikki vil tryggja, at filmsverkætlanin Trom ikki verður flutt av landinum, so eiga kommurnurnar at gera tað. Orsøkin er, at USA drap herovastan, Qassem Soleimani, og aðrar í dronuálopi í januar. Al Jazeera skrivar, at Iran eisini hevur biðið Interpol um hjálp. Ákærin í iranska høvuðsstaðnum, Teheran, Ali Alqasimehr, segði í gjár, at Trump, saman við 30 øðrum persónum, er undir illgruna fyri at hava dripið Soleimani herovasta, og at teir eru skuldsettir fyri manndráp og yvirgang. Alqasimehr vildi ikki upplýsa, hvørji hini fólkini eru, og hann legði dent á, at Iran fer at rættarsøkja Trump eisini um Trump tapir forsetavalið seinni í ár. Sambært ákæranum, hevur Iran biðið um sonevnt Red notice hjá Interpol. Tað vil siga, at lokalir myndugleikar kunnu handtaka ein persón vegna landið, sum er komið við umbønini. Álopið varð framt nærindis altjóða flogvøllinum í Bagdad. Iran svaraði álopinum aftur og framdi rakettálop móti amerikonskum herdeildum í Irak. Men á nýggjárinum kemur lógarbroyting, sum krevur minst tríggjar milliardir krónur í javna fyri at kunna vera SIFI stovnur. Javnin hjá Norðoya Sparikassa er í løtuni 2,8 milliardir krónur. SIFI peningarstovnar eru so týðandi fyri samfelagið, at teir ikki kunnu fara av knóranum. Krøvini til SIFI stovnarnar eru tí sera hørð. Bjargingarætlanin, sum skal forða fyri, at SAS fer á húsagang, merkir, at flogfelagið verður bjálvað við níggju milliónum krónum eyka, nú danski og svenski staturin vaksa um sín ognarlut í SAS. Skandinaviska flogfelagið, SAS, handaði í gjár 1.593 starvsfólkum uppsagnarbræv. Talan er um flogternur, starvsfólk á landi, flogskiparar, tøkningar og starvsfólk í umsitingini. SAS segði miðskeiðis í juni, at felagið hevði tørv á níggju milliardum krónum, skuldi flogfelagið klára seg. Danski staturin eigur 14 prosent og svenski staturin 14 prosent og eru størstu eigararnir í felagnum. Norska stjórnin lat hósdagin í farnu viku upp fyri fleiri ferðafólkum, sum kunnu vitja í Noregi í summar, sum varð kunngjørd í gjár. Men nýggjasta meiningakanningin, sum norska greiningarstovan, Opinion, hevur gjørt, vísir, at norðmenn eru í iva um landamarkið skal latast upp. Bara 15 prosent av teimum spurdu fólkunum í kanningini taka undir við at lata upp fyri fleiri útlendskum ferðafólkum í Noregi, meðan 75 prosent vilja ikki. 1.000 fólk vórðu spurd, og spurningurin um upplating er ein av fleiri spurningum í sambandi við koronu meiningakanningina, sum varð gjørd um vikuskiftið. Og fæstu føroyingar munnu vita, at hann er partur av tekno duettini Kiasmos, hvørs tónleikur verður dúgliga spældur á diskotekum kring allan heimin og nógv stroymdur á tónleikatænastum. Eitt nú er kendasta lagið, Looped, spælt ikki færri enn slakar 32 milliónir ferðir á Spotify. Á øðrum plássi er lagið Blurred, sum er spælt slakar 25 milliónir ferðir. Men í hesum korona tíðum hevur Janus Rasmussen nýtt høvið at hugsavna seg um at gera nýggjan tónleik í upptøkuhølunum í einum gomlum flakavirki á bryggjuni í Reykjavík. Tað, sum ørkymlar meg er, at lastbilarnir skulu koyra eftir Marknagilsvegnum og Ringvegnum í Havn. Ferðslan í býnum er undir stórum trýsti frammanundan, og nú verður hon sett undir enn størri trýst, sigur hann. Fríggjadagin skrivaðu partafelagið Eystur og Sandoyartunlar og Runavíkar kommuna undir avtalu um, at Runavíkar kommuna tekur ímóti 300.000 rúmmetrum av grótinum, sum kemur upp úr Sandoyartunlinum Streymoyarmegin. Ætlanin er at víðka havnarlagið frá Oljubryggjuni heilt inn í Støð á Glyvrum, har kommunan eisini ætlar at skipa ein bátahyl, nú verandi hylur so smátt er við at gerast ov lítil. Farið verður undir at flyta grótið tá, ið Eysturoyartunnilin letur upp, segði Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, við Útvarpið fríggjadagin. Tað fer at ávirka ferðsluna í Havn. Hetta er tung ferðsla, tað slítir eisini vegirnar, og tað fer at merkjast hjá fólki, sum fara at koyra í Havn, sigur Tróndur Sigurðsson. Tað fara vit eisini at gera. Trupulleikin er, at innkomuvegirnir við Eysturoyartunnilin eru ikki klárir, og tað er avgerandi fyri samlaðu ferðsluna í Havn. Tann vegurin manglar, sigur Tróndur Sigurðsson. Runavíkar kommuna hevur fingið eina góða avtalu, og Tórshavnar kommuna hevur einki fingið burturúr. Býráðið í Havn átti sjálvsagt at víst størri áhuga fyri grótinum, sigur Tróndur Sigurðsson, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin í Havn. Hetta sæst í samskifti millum landsdjóralækan og fútan um málið viðvíkjandi seyðinum, sum varð funnin illa fyri ella deyður í Oyndarfirði fyri einum góðum mánað síðani. Festarin hevur fingið boð um at seta seg í samband við djóralækna og gera ein ætlan um, hvussu heilsan hjá seyðinum á festinum kann blíva nøktandi. Ein ætlan skal gerast um koppseting og viðgerð, og seyður, sum lítil ella eingin vón er fyri, skal takast av. Heilsufrøðiliga starvsstovan skal hava hesa ætlan í seinasta lagi í morgin, 1. juli. Sambært frágreiðing hjá landsdjóralæknanum var seyðurin á festinum í Oyndarfirði kaldarak, tí hann fekk ikki nóg nógv at eta og ella hevur smittandi sjúku. Og eigarin hevði ikki í nóg stóran mun tryggjað føði, koppseting og ella viðgerð. Ein deyður seyður varð skorin upp. Seyðurin var kaldarak, eingin fiti var og týðiligt vøddasvinn. Men eingi tekin vóru um sjúku, og heldur ikki um koppseting. Blóðroynd kundi ikki takast, tí seyðurin hevði verið deyður leingi. Tí bar tað ikki til at kanna, um hann hevði garnasótt. JFK Trol hevur keypt gamla trolaran, Akraberg. Umstøðurnar eru broyttar, og vit hava brúk fyri einum skipi aftrat, sigur Hanus Hansen, stjóri í JFK Troli. Skipið varð bygd á Skála Skipasmiðju í 1987. Tað æt tá Skálafjall, seinni Beinir og í nógv ár Akraberg. Skipið varð selt av landinum í 2006. Nú verður skjótt klárt at fara undir byggingina av nýggjum dagstovni við Gøtugjógv. Barnagarðurin, sum Ósbjørn Jacobsen arkitektar hava teknað, fer at kosta umleið 54 milliónir krónur. Tað verður byggifyritøkan MT Højgaard, ið skal byggja nýggja dagstovnin við Gøtugjógv. Fimm fyritøkur bjóðaðu upp á byggingina, og av teimum hevði MT Højgaard lægsta boðið. Sambært ársfrágreiðingini hjá Løgtingins umboðsmanni fyri 2019 komu 72 klagur í fjør. 18 teirra vóru um kommunur. Síðani komu barnaverndartænastur við tíggju klagum og átta vóru um Almannaverkið. Stovnurin avgreiddi 23 klagur um kommunur í fjør. Bara tríggjar vorður avvístar. Trý málsøki skara eisini framúr á listanum hjá Løgtingsins umboðsmanni. Flestar klagur eru um starvsfólkamál, 13 vórðu viðgjørdar í fjør, síðani koma byggimál við 13 málum og so innlit, har eru 12 klagur. Tað vísa metingarnar, sum danska Hagstovan hevur gjørt. Seinasta uppgerðin er fyri mai, men roknað verður við, at talið fer at vaksa í juni. Higartil eru kortini ábendingar um, at yvir 4.000 fólk fingu arbeiði í juni, so hvussu mánaðurin fer at roynast er ikki greitt, sigur ein greinari hjá Nykredit við Ritzau. Koronakreppan er orsøkin til vaksandi arbeiðsloysið, tí í februar vóru 3,7 prosent arbeisleys, og síðani er arbeiðsloysið vaksið, upp í 5,6 prosent í mai. Danska Hagstovan upplýsir, at tað serliga eru ung, millum 25 og 39 ár, sum missa arbeiðið, tí í tí aldursbólkinum er arbeiðsloysið meir enn 10 prosent. Danska Hagstovan upplýsir eisini, at undir koronakreppuni hevur fráveran frá arbeiði verið væl lægri, enn hon var frammanundan. Óvist er kortini hví so er. Landið er í ferð við at bróta CTBT avtaluna, sum setur forboð fyri kjarnorkuroyndarspreingingum. Og USA ætlar sær undir slíkar royndarspreingingar aftur, skrivar Reuters. Londini samdust um avtaluna fyri 20 árum síðani. Russland hevur sett avtaluna í verk, men tað hevur USA ikki, vísir russiska uttanríkisráðið á. Russland heitir samstundis á USA og onnur lond um at seta avtaluna í verk. The Washington Post skrivaði 22. mai, at USA umhugsar at fara undir aftur kjarnorkuroyndarspreingingar. Hendir tað, so er tað fyrstu ferð síðani 1992, at tað verður gjørt. The Washington Post skrivaði, at eingin endalig avgerð varð tikin á fundinum hjá Trump, forseta, men keldur siga fyri blaðnum, at ætlanin verður javnan umrødd. Avtalan setur forboð fyri royndarspreingingum í rúmdini, á havbotninum og undir jørð. ST samtykti avtaluna í september í 1996, og 183 lond hava skrivað undir avtaluna. Lógin forðar bólkum at virka, sum arbeiða fyri loysing frá Kina, statsfíggindaligum virksemi, yvirgangi og samstarvi við fremmand lond, sum tað stendur í lógini. Lógin kemur í gildi í morgin, skrivar tíðindastovan, Xinhua. Í fjør vóru ógvuslig mótmæli í Hongkong ímóti lógini, sum eisini sigur, at myndugleikarnir í Hongkong, kunnu senda fólk, sum eru undir illgruna fyri eitthvørt, til Kina. Ein av teimum sum stóð á odda fyri mótmælunum í fjør, Joshua Wong, sigur nú, at hann gevst við mótmælisvirkseminum, tí hann sigur ongan iva vera um, at hann verður jagstraður av myndugleikunum, skrivar Reuters. Fyri góðari viku síðani, helt Wong røðu á eini demokratiráðstevnu í Keypmannahavn, sum varð send á netinum. Í røðuni heitti hann á ES og altjóða samfelagið um at verja mannarættindini og demokratiið í Hongkong, sum er undir støðugum trýsti úr Kina. ES hevur longu gjørt vart við seg mótvegis Kina. Forsetin í ES, Ursula von der Leyen, sigur, at trygdarlógin ikki er í tráð við grundlógina í Hongkong, og heldur ikki í tráð við altjóða treytir, sum Kina eigur at virða. Vit hava viðgjørt málið á landsstýrisfundi í morgun, og vit eru samd um at játta pengarnar, ið skulu til, sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum. Landsstýrismaðurin sigur við heimasíðuna, at tað er møguligt, at tvær milliónir krónur verða játtaðar í heyst, og restin av peninginum verður játtaður á fíggjarlógini komandi ár. Í seinastuni hevur tosað verið um, at røðin skuldi takast upp í Íslandi heldur enn í Føroyum, tí framleiðslufelagið fekk betri fíggjarligar treytir við afturbering í Íslandi. Sambært stigtakarunum er tørvur á fýra milliónum krónum í afturberingarstuðli, fyri at krimirøðin skal kunna filmast í Føroyum, og ikki í Íslandi, har hesin stuðul longu er tøkur. Trom er ein føroysk krimirøð, sum sjónvarpsrisin ZDF Arte hevur keypt, og sum ætlanin hevur verið at taka upp í Føroyum. Fíggjarætlanin hjá Trom er 37 milliónir krónur. Hvussu er at gerast pisa í eini tíð, tá koronufarsóttin ávirkar eyðkendu hátíðarhaldini Vit fáa vitjan av Rúnu Kass Joensen, Davidi Thomassen og Ellu Jógvansdóttir, sum øll júst eru liðug við miðnámsskúlan. Hvussu er at ganga í stóra stásiliga bygninginum Glasir, tá tú hevur ADHD at stríðast við Vit tosa við Báru Silvansdóttir, sum hevur ADHD, og júst er liðug við fyrsta árið á Glasi. Og hvussu er eydnast leiðsluni á Glasi at samantvinna ymsar fakbólkar og skúlar á einum stað Rektarin á Glasi, Steinbjørn Hardlei, vitjar. Størsta vinnan í serskipanini er ferðavinnan, sum fevnir um gistingarhús, matstovur, ferðaskrivstovur, flutningsfyritøkur og líknandi. Her er talið av heimsendum 287 fólk, svarandi til umleið 20 prosent. 40 prosent av teimum í serskipanini eru býtt út á 32 ymiskar vinnugreinar, eitt nú søla av bilum, aðrar handilsligar tænastur, byggivirki, tænastuveitingar og so framvegis. Tá ólavsøkan er liðug, benkurnir og grillirnar eru keypt og goldin við kommunalum pengum, so er upp til grannaløgini at gera av, hvør eigur útgerðina. Sambært frágreiðing hjá landsdjóralæknanum var seyðurin á festinum í Oyndarfirði kaldarak, tí hann fekk ikki nóg nógv at eta og ella hevur smittandi sjúku. Tað var mai í ár, at myndugleikarnir fóru at kanna viðurskiftini, tá fólk boðaðu frá stórum tali av deyðum og sjúkum seyði á einum øki í bygdini. Gamla handilin hevur Norðstreymoyar Heimavirki havt í nøkur ár, og nú er lív komið aftur í tann partin av húsunum, sum í síni tíð var bústaður hjá keypmans húskinum. Her er kaffistova ella caf latin upp til bygdafólk og ferðafólk við tí dámi, sum húsini høvdu í tjúgunum og tredivunum. Innbúgvið hevur tó ikki alt hoyrt til húsið. Tveir tímar við tónleiki hjá nýggja amerikanska superbólkinum Muzz, føroysku Brimheim, Drab City, Bob Dylan, Hayley Williams og øðrum. Serliga nógv skerda flogferðslan hevur merkt raksturin hjá Vágatunlinum, har inntøkurnar undir koronukreppuni hava verið tvær milliónir krónur minni enn sama tíðarskeið í fjør. Tað eru almennu partafeløgini P f Norðoyartunnilin, P f Eystur og Sandoyartunlar og P f Vágatunnilin, sum eiga partafelagið Tunnil. Nógv fleiri kvinnur enn menn eru í útbúgving. Í løtuni eru 938 fólk skrásett sum lesandi, 627 kvinnur og 311 menn. Tveir triðingar eru kvinnur. Í bachelorútbúgvingini í námsfrøði eru frá 2010 2019 millum 81 prosent og 97 prosent kvinnur. Men í bachelorútbúgvingini í KT verkfrøði eru yvir 90 prosent menn. Nú hava yvir 100 fyritøkur fingið COVID 19 stuðul úr landskassanum. Tøl hjá TAKS vísa, at 105 fyritøkur hava fingið stuðul, tilsamans góðar 4,7 milliónir krónur. Fyritøkurnar fáa stuðul til fastar útreiðslur, so sum húsaleigu, el, hita, rentur, trygging og fjarskifti. Tær kunnu fáa í mesta lagi 80.000 krónur um mánaðin. Størsti stuðulin higartil er 240.000 krónur fyri ársfjórðingin. Skipanin skuldi halda uppat í gjár, men hon er longd til 31. oktober. USA hevur lagt COVID 19 heilivágin, Remdesivir, inn undir seg. Tí kann onki annað land í heiminum útvega sær heilivágin næstu tríggjar mánaðirnar. Tað skrivar bretska blaðið, The Guardian. Heilivágurin, sum er framleiddur til at viðgera Hepatitis C, hevur eisini verið brúktur til ebolasjúklingar. Síðani mai hevur Remdesivir verið brúktur til koronusjúklingar í USA. Heilivágurin hjálpir koronusjúklingum, so teir verða skjótari frískir. 25 juni mælti Evropeiska heiluvágsráðið til at brúka Remdesivir til at viðgera koronasjúklingar eldri enn 12 ár, men nú verður trupult at fáa fatur á heiliváginum. Amerikanskir myndugleikar hava keypt 500.000 skamtir av heiliváginum, sum er øll framleiðslan í juli, og 90 prosent av tí, sum verður framleitt í august og september. Fróðskaparsetrið ætlar at lata tíggju fleiri um árið læra sjúkrarøktarfrøði. Ætlanin er at taka inn 20 næmingar um summarið og 20 um veturin, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum. Eisini er ætlanin at útbúgva fleiri námsfrøðingar, 48 um árið tilsamans, svarar Jenis av Rana. Í yrkisnámi eru 250 næmingar tiknir upp í ár. Á Glasi og í Tekniska skúla í Klaksvík er fult. Síðani korona kom hálvan mars hava verið 6.000 færri ambulantar kanningar og viðgerðir enn somu tíð í fjør. Fyrireikaðar skurðviðgerðir eru millum 35 og 60 prosent færri í ár. Hann sigur, at fysioterapiin og ergoterapiin minkaðu millum 60 og 80 prosent. Men allir sjúklingar, sum ikki kundu bíða, fingu neyðugu viðgerðina í sjúkrahúsverkinum. Útgerðin er so gomul og slitin, at óvist er, hvussu leingi afturat, hon kann knúsa grótið úr Porkeri, sum verður brúkt til asfalt. Seinastu árini eru 30.000 tons av gróti úr Porkeri brúkt til asfalt. Landsverk sigur eisini, at tað er bíligari at innflyta grót enn at brúka grótbrotið í Porkeri. Grótbrotið í Porkeri heldur ikki uppat, og eingin, sum arbeiðir har, er uppsagdur. Grótið, sum Landsverk brúkar í Suðuroynni, fer framvegis at verða tikið í grótbrotinum í Porkeri. Landsverk upplýsir, at tað fyrireikar eina loysn, sum kann flytast millum tey trý grótbrotini, í Hundsarabotni, á Hu stoft og í Porkeri. Hendan íløgan kostar 15 milliónir krónur. Hevur tú koyrt eftir Oyggjarvegnum í Havn í seinastuni, so hevur tú kanska borið eygað við ein súkklara, sum antin stríðir seg niðan móti vindmyllunum ella fresar oman brekkuna móti Autoservice. Súkklarin eitur Jákup Petur Eliassen, og hann hevur sett sær fyri at súkkla niðan á Kleynisvarða og omanaftur 42 ferðir sama dag. Tað svarar til hæddina á Mount Everest. Hann arbeiðir nú við ætlanini um at skipa fyri einum súkkludegi, har fólk kunnu súkkla styttri teinar kanska ferðir brekkuna, so hava tey klára Slættaratind, ella 12 ferðir, so hava tey súkklað niðan á Mount Blanc. Orsøkin er, at summi lond hava latið fullkomiliga aftur fyri fremmandaættleiðing, fyri at sleppa undan at lond, sum til dømis Danmark og Føroyar, leggja trýst á tey fyri at skunda undir ættleiðingina, upplýsir Almannamálaráðið upplýsir fyri Kringvarpinum. Í løtuni eru trý føroysk pør á bíðilista til fremmanda ættleiðing og sambært familjufyrisitingini eru tvey teirra ávirkað av støðuni við koronusmittuni. Sambært Almannamálaráðnum, hevur koronusmittan meira praktiskar avleiðingar, so sum flutning, manning á barnaheimum og á skrivstovum við meira. Danish International Adoption, ið stendur fyri ættleiðingum í Danmark og Føroyum, kunnar javnan myndugleikarnar um støðuna í ymisku londunum, hvussu tey seta inn móti smittuni, og hvussu tað ávirkar málsviðgerðina í samband við ættleiðing. Síðsta kunningin frá DIA, ið var 19. mai 2020, vísir tó, at tað ikki einans eru ymisku londini og teirra átøk móti koronu, sum gera, at bíðitíðin leingist. Ein orsøk til longdu bíðitíðina er, at málsviðgerðar í Danmark vórðu sendir heim at arbeiða í samband við at landið lat aftur. Foreldur, sum ikki sleppa av landinum eftir teirra børnum, eru tí ikki einans rakt av forðingunum í ymisku londunum. Tey eru eisini rakt av, at málsviðgerðin er munandi longd eftir at landið lat aftur. Og ongin familja kann fáa barnið heim fyrr enn øll málsviðgerð er liðug eisini í útlandinum. Grunnurin skyldaði landskassanum 30 milliónir krónur, men landið hevur strikað lánið, so Framtaksgrunnurin kann læna koronaraktum fyritøkum í ferðavinnuni pengarnar. Sambært viðtøkunum skal grunnurin ikki fáa avgerandi ávirkan í virkinum, hann setur pengar í. Og hann skal avhenda gjørdar íløgur, tá tær eru burðardyggar og sølubærar. Dómurin, sum ein maður fekk í Føroya rætti fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á stjúkdóttur sína, verður ikki skotin inn fyri Eystara landsrætt. Men tað er vorðið nógv vandamiklari at mótmæla eftir, at nýggj kinesisk lóg er sett í gildi, sum heimilar myndugleikunum at døma fólk í fongslul fyri lívstíð, sum mótmæla. Kinesisku myndugleikarnir siga mótmælini í Hong Kong seinasta árið vera yvirgang og samfelagsfíggindaligt virksemi. Tí skal revsingin vera hørð, og tað hevur longu fingið mótmælisfólk at strika seg av sosialu miðlunum og gera seg minni sjónsk í samfelagnum. Í Bretlandi verður nýggja kinesiska lógin mett sum eitt álvarsligt brot á avtaluna frá 1997 um Hong Kong, har fyrrverandi bretska hjálandið fekk eina serstøðu í Kina við rætti til at samtykkja egnar lógir. Eitt miðstaðarøki skal nú skipast í Nes Kommunu. Tað er í øllum førum ætlanin hjá fráfarandi bygdaráðnum, sum í gjár fekk handað trý spennandi uppskot til, hvussu økið kring bátahylin á Oyrunum á Toftum kann skipast. Landsstýrismaðurin í vinnumálum fekk í síðstu viku heimild til at áseta upplatingartíðir í matstovum og skeinkingarstøðum og gera av, hvussu nógv fólk kunnu vera inni har í senn. ALS bar kostnaðin av hjálparpakkanum til 30. juni. Skipanin heldur fram til 31. august og landið rindar pengarnar fyri teir báðar seinnu mánaðirnar. Samlaðu inngjøldini settu aftur met í fjør. Tey vóru samanlagt 245,2 milliónir krónur. Samlaðu útgjøldini vóru 20 milliónir krónur lægri enn árið fyri. Tey vóru 51,2 milliónir krónur, sum er tað lægsta, útgjøldini hava verið síðani 2008. Ársúrslitið í 2019 var eitt avlop uppá 199,7 milliónir krónur, sum er 68,4 milliónir krónur meiri enn í 2018. Soleiðis sigur Anette Sonne, sum hevur tikið stig til serstøku framsýningina, sum kann síggjast við Toftavatn í summar. Millum tað, sum kann síggjast og upplivast, er skón á føroyskum gróti. Afturvið eru karmar gjørdir og talvur, har tú kanst lesa og læra um skón. Anette Sonne er útbúgvin blómu og gluggaprýðari, fødd og uppvaksin á Amager. Eitt starv sum blómuprýðari leiddi hana til Føroya í 1984, og síðan tá hevur hon búð í Føroyum. Hon hevur fingist nógv við at gera plakatir, sum hava íblástur úr føroysku náttúruni. Hvat er skón Og kann skón vera list Vit hava leitað okkum til Toftavatn at finna svarið. Anette Sonne hevur saman við Visit Runavík skipa fyri framsýning við heitinum Náttúrunar listaverk, har innlit kann fáast í livandi verur í náttúruni. Og hon svarar spurninginum, um skón kann vera list. Og so hitta vit Kemm Poulsen, sum fekk staðfest Parkinson fyri nøkrum árum síðani. Fyri at halda seg í gongd, hevur hann yrkt nógv hesa tíðina. Fleiri av yrkingunum eru nú vorðnar til sangir hjá kendum sangarum. Í ein mána hevur felagsskapurin MEGD ferðast í Føroyar fyri at kanna, hvussu atkomuviðurskiftini eru til matstovum fyri fólk, ið bera brek. Fýra atlit skuldi takast til, áðrenn MEGD góðkendi matstovuna Fyrsta var góð atkoma, næsta atlitið var vesið, triðja atlitið var tilboð av mati til tey, ið hava ovurviðkvæmi. Og fjóðra atlitið var góð parkeringsviðurskiftið og handikappareringspláss so nær sum gjørligt. Tóra við Keldu, forkvinna í Megd, vísir á, at eru hesi viðurskifti ikki í lagi, hevur tað stóra neiliga ávikran á lívsgóðskuna hjá teimum, ið bera brek. Matstovurnar, ið hava fingið Megn lykilin, eru Glasstovan, Tvøroyri Fjørukrógvin, Vestmanna Burger King, SMS Hornið, SMS Hotel Runavík Systrar, Norðurlandahúsið Jacqson, Klaksvík Matstovan, Hotel føroyar No.12, Tvøroyri Skeiva pakkahús, Tórshavn Silo, Tórshavn The Tarv, Tórshavn Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur vunnið fólkaatkvøðuna, sum kann tryggja honum valdið til 2036. Nú eru 99 prosent av atkvøðunum upptaldar. Uppteljngin vísir, at 78 prosent av russarum hava atkvøtt fyri broytingini í grundlógini soleiðis, at tað ber til hjá Putin at sita sum forseti í 16 ár aftrat. Nýskipanin merkir millum annað, at Putin kann stilla uppaftur til forsetavalið tvær ferðir aftrat, og nógv hevur verið tosað um tað. Nýskipanin merkir eisini, at hjúnalag millum tvey av sama kyni verður bannað, pensjónsviðurskiftini batna, og Gud verður skrivaður inn í grundlógina. 67 ára gamli forsetin hevur sitið við valdinum sum forseti ella forsætisráðharri í meira enn 20 ár, og hann er sostatt tann forsetin, sum hevur sitið longst í Russlandi ella Sovjetsamveldinum síðani Josef Stalin. Skeiðið hjá forsetanum nú er runnið 2024, men við broytingunum kann hann stilla uppaftur til tvey nýggj skeið, sum eru seks ár hvørt. Broytingin í grundlógini er longu samtykt í Dumuni, men Putin hevur fyrr sagt, at úrslitini á fólkaatkvøðuni er avgerðandi fyri, at broytingarnar kunnu setast í verk. Men reglurnar fyri, hvussu atkvøður verða upptaldar, eru ikki hildnar á fólkaatkvøðuni í Russlandi, upplýsir valnevndin í landinum, og atkvøðurnar eru tí ógildaðar. Valnevndin í Ramenki økinum í Moskva hevur sæð eina sjónbandaupptøku frá einum valhøli og hevur avdúkað brot á reglurnar um, hvussu fólk seta krossin og hvussu atkvøðurnar verða upptaldar. Andstøðuleiðarin, Aleksej Navalnyj, hevur mælt fólk frá at fara á val. Navalnyj sigur, at Putin vil verða forseti restina av ævi síni. Landsstýrismaðurin hevur nú boðað frá nýggjum trý ára karmi, sum leggur upp fyri, at fíggjarstøðan í landinum er sum hon er, nú Korona hevur verið her. Hesin karmur varð brúktur, tá Fíggjarmálaráðið og Lærarafelagið gjørdu sáttmála í farnu viku. Og hetta verður karmurin, tá aðrir sáttmálar skulu gerast við fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum. Tá hetta ikki er karmurin í sáttmálanum millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið, noyðist KAF at hugsa um nýggja karmin, tá samráðingar verða aftur, sigur Jørgen Niclasen. KAF og Starvsmannafelagið gjørdu tvey ára sáttmála. Nýggi karmurin er trý ára sáttmálar. Lønarhækkingin í honum er tann sama sum á privata arbeiðsmarknaðinum annað og triðja árið. Nógv, sum venja kappróður, eru ikki í bjargingarvesti. Brimil og Tjaldrið hava kannað, um trygdarútgerðin er í lagi hjá kappróðrarbátum. Kanningarnar vísa, at nógvir rógvarar ikki eru í bjargingarvesti, tá vant verður. Hetta er galdandi fyri manningar líka frá barnaróðri upp til størstu bátarnar, upplýsir Vørn. Sambært uppteljing, sum tíðindastovan Reuters og New York Times hava gjørt, hava meira enn 49.000 fólk í USA fingið staðfest koronusmittuna seinasta samdøgrið. Hetta er størsti vøkstur síðani farsóttin fór at gera um seg í landinum. The Washington Post skrivar á síni heimasíðu, at meira enn 52.770 nýggir smittutilburðir eru staðfestir í USA seinasta samdøgrið. Heilbrigdið á Velbastað er opið í summar eisini. Viðgerðarheimið hevur fingið eykajáttan, so tey kunnu hava opið í summar, tí tørvurin á viðgerð fyri rúsdrekka og rúsevni er so stórur. Tað skrivar tíðindastovan, NTB. Fólk, sum vilja loysa Hongkong frá Kina aftur, kunnu rokna við at verða dømd lívlanga fongsulsrevsing. Ein og hvør lóg hevur til endamáls at verja borgararnar. Tí er tað av stórum týdningi, at fólk verða tikin við upp á ráð, tá lógir verða gjørdar ella broyttar, sigur norski uttanríkisráðharrin, Ine Eriksen Søreide, við NRK. Tað var bretski uttanríkisráðharrin, Dominic Raab, sum legði uppskotið fram í Mannarættindanevndini hjá ST, og sum hini londini tóku undir við. Kina vil ikki finna seg í nógvu mótmælunum í Hongkong, og tey, sum skulu tryggja lóg og landaskil, skulu stýrast úr Kina og ikki úr Hongkong, eru greiðu boðini frá kinesisku myndugleikunum. Leiðarin í Hongkong, Carrie Lam, sigur seg taka undir við kinesisku lógini. Hon sigur, at nýggja lógin typpir eitt hol í trygdini í landinum. Bretski uttanríkisráðharrin, Dominic Raab, sigur, at Kina hevur brotið avtaluna um Hongkong og, at Bretland ikki fer at kveistra sína ábyrgd mótvegis Hongkong til síðis, sigur hann. Bæði ES og USA siga seg ikki kunna góðtaka tað, sum hendir í Hongkong, og USA hevur steðgað útflutninginum av vápnatøkni til Hongkong og boðar samstundis frá, at Hongkong kemur undir somu reglur sum restin av Kina. Tey 27 londini í ST, sum hava skrivað undir yvirlýsingina, krevja samstundis, at umboð fyri ST sleppa til Hongkong at fylgja gongdini í landinum. Og tey skulu eisini fylgja støðuni hjá fólkabólkum í sjálvum Kina, sum eru undir trýsti frá myndugleikunum. Ein talsmaður fyri stjórnina í Kina sigur, at kinesiska avgerðin um trygdarlógina er eitt kinesiskt mál, sum eingin skal leggja seg útí. Flest fólk, ið bera brek, kenna til at atkomuviðurskiftini á matstovum vanta. Tí fór felagsskapurin MEGD undir at kanna, hvussu atkomuviðurskifitni á matstovum eru. Í gjár heiðraði MEGD 14 matstovur, sum eru eru atkomilig fyri øll. Matstovurnar, ið hava fingið Megn lykilin, eru Glasstovan, Tvøroyri Fjørukrógvin, Vestmanna Burger King, SMS Hornið, SMS Hotel Runavík Systrar, Norðurlandahúsið Jacqson, Klaksvík Matstovan, Hotel føroyar No.12, Tvøroyri Skeiva pakkahús, Tórshavn Silo, Tórshavn The Tarv, Tórshavn SWAY er ein føroysk jazz trio, sum syngur sangir úr 30 unum 50 unum. Teirra eyðkenni er svingandi, lívligir tónar, og tað var eisini tað, tær frískaðu hósmorgunin upp við í morgun. Tað er áleið ein mánaður síðani, tær fyrstu ferð løgdu filmsbrot út á Instagram. Síðani tá, hevur tað gingið við rúkandi ferð. Tær eru nógv umbidnar og hava framført nógva staðni. Har er pláss fyri fýra, fimm ella seks handlum og matstovum. 630 fermetrar eru umframt goymslur, sum eru 100 fermetrar. Hølini verða leigað teimum, sum hava eina felags ætlan, eitt konsept, um hølini. Í gjár undirskrivaðu Dánjal Thomsen, formaður í bygginevndina á Sýnini, og Christian Mølgaard hjá CJ Bygg sáttmála um høvuðsarbeiðstøkuna. Arbeiðið umfatar móttøkuna, kjallaran og part av køkinum. Eisini eru sáttmálar undirskrivaðir við Thorfinn Nielsen um el arbeiði, Klima um ventilatión og Renovent um HVS. Olga Biskopstø hevur verið við til at gera kanningar um happing og trivnað í føroyska fólkaskúlanum. Síðsta kanningin vísti, at tað gongur rætta vegin tað vil siga at færri kenna seg happað enn undanfarin ár. Feskasta kanningin vísir, at tað í dag eru 11 , sum kenna seg happað. Talið er enn ov høgt, heldur Olga Biskopstø, samfelagsfrøðingur. Tað snýr seg um at hava virðing í sosiala umhvørvinum, og at í hvørjum umhvørvi vit so enn eru, so virða vit hvønn annan og rættin at vera tann mann er saman við øðrum. Tá tað snýr seg um børn, so eru tað tey vaksnu, sum hava ábyrgdina av, at tað er eitt gott umhvørvi, og at mann tryggjar sær, at øll trívast. Tey ,sum ikki trívast, skulu hava hjálp. Í tí vaksna umhvørvinum mugu vit vera tilvitaði um alt tað, sum hoyrir til at happa og baktala og so framvegis, sigur Olga Biskopstø. Jóhannes Miðskarð, lærari, cand.ped. í námsfrøðiligari sálarfrøði og PhD, hevur júst skrivað eina grein til Skúlablaðið um nýggja gransking um happing. Hann vísir á, at tað er gevandi at fata happing soleiðis, at tað ikki er eitt barn ella einstøk børn, sum er eru happarin happarar, og onnur børn eru ofrini, men at happing í staðin fer fram sum negativ sosial mynstur. Eg haldi tað er týdningarmikið, at vit gera fyribyrgjandi arbeiði, har vit venja børn við, at tað skal vera pláss fyri einstaklingum at vit øll eru ymisk. Eisini skulu vit leggja í børnini, at tey tora at seta fótin niður sum einstaklingar. Tey skulu til dømis tora at siga, at hesa happingina vil eg ikki vera við til, sigur Jóhannes Miðskarð. Vit eru harðliga ímóti hesum og taka okkum rætt til at fremja líknandi tiltøk, upplýsir kinesiska sendistovan í London á heimasíðu síni, tó verður einki sagt um hvørji tiltøk, talan verður um. Um bretar seta í verk einsíðug tiltøk, so er hetta brot á avtalur og grundleggjandi siðvenjuna, sum stýrir altjóða politikki, skrivar sendistovan. Bretland fyrireikar í løtuni eina ætlan fyri, at persónar úr Hongkong kunnu fáa uppihaldsloyvi í Bretlandi og møguliga ríkisborgaraskap eisini. Ætlanin kemur í kjalarvørrinum av nýggju trygdarlógini, sum kinesiska fólkakongressin hevur samtykt, og sum kom í gildi í gjár, 1. juli. Lógin bannar tí, sum Kina skýrir sum loysingarrørslur, statsfíggindaligt virksemi, yvirgang og samstarv við fremmand veldi, sum kann seta trygdina í landinum í vanda. Lógin kemur sum aftursvar til nógvu og stundum harðligu mótmælistiltøkini, sum hava verið í Hongkong seinasta árið, har fólk hava mótmælt, at kinesisku myndugleikarnir leggja seg útí avgerðarrættin hjá fólkinum í Hongkong. Trygdarlógin er hin mest víðgongda broytingin í Hongkong, síðani Bretland lat Kina økið í 1997, skrivar Reuters. Tá var avtalan, at Hongkong skuldi hava ávís rættindi til 2047, millum annað óhefta rættarskipan, egið ting og skrivi og talifrælsi. Í sambandi við, at Jørgen Niclasen nú hevur góðkent sáttmálan, sum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið gjørdu 3. juni, hevur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum sett sum treyt, at fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum góðtaka ein nýggjan trý ára karm um lønarsamráðingar. Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum, skýrir framferðarháttin hjá landsstýrismanninum fyri revolvarapolitikk, og tað fer hann ikki at góðtaka. Hann fegnast um, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur góðkent sáttmálan, sum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið gjørdu 3. juni. Men samstundis er avgerð eisini tikin um, at flúgvingin ikki verður tikin uppaftur til fimm onnur ferðamál, ið vóru partur av ferðaætlanini, áðrenn koronufarsóttin avmarkaði virksemið. Orsøkin er, at felagið ikki metir, at hesar rutur fara at bera seg. Nýggja ferðaætlanin verður galdandi restina av árinum, men felagið er eisini farið at kanna nýggj ferðamál til næsta ár, upplýsir stjórin. Edinburgh og Gran Kanaria leggjast aftrat flogrutunum, ið flogfelagið Atlantic Airways longu hevur til Keypmannahavnar, Billund, Aalborg og Keflavíkar. Her verður tað so langt millum helvtina og sagnorðið, sum kemur beint eftir børnunum, og tí vil tað ofta hava við sær, at vit seta fóru heldur enn fer inn, greiðir Elin Henriksen frá. Tá eg var barn, ótu vit frikadellur til døgurða, og tær vóru sjálvandi úr fiski. Tað gjørdu hini børnini eisini. Tað var onki at ivast í, ein frikadella var ein frikadella úr fiski. Onkran sunnudag fingu vit kjøtfrikadellur til døgurða. Hesar vóru gjørdar úr kjøtfarsi. Nú tosa føroyingar um fiskafrikadellur. Eg øsi meg upp hvørja ferð, eg hoyri tað. Kunnu tit ikki greiða fólki frá, at frikadellur eru av fiski, og kjøtfrikadellur eru av kjøti Frikadellur eru úr fiski, sigur hon og greiðir frá, at tað er øvugt í Danmark, og tað er helst ein orsøk til, at vit hoyra fleiri og fleiri føroyingar siga fiskafrikadellur. Fleiri boð í dagsins sending snúgva seg eisini um smá, samanskrivað orð. So sum á veg, hervið, framyvir, frameftir, avstað og beinanvegin. Diplomútbúgvingin í listaligum arbeiði á Setrinum hevur nú eitt ár á baki. Vit spyrja avvarðandi starvsfólk og studentin, hvussu útbúgvingin hevur roynst, og vit fáa eisini eina lítla smakkroynd. Bergur Djurhuus Hansen, dekanur, Lív Róadóttir Jæger, samskipari, og Katrina Olsen, studentur, vóru í útvarpsstovuni. Tørvurin á at veita ráðgeving og hjálp til fólk, sum stúra, hevur verið væl størri hesar seinastu mánaðirnar, enn vanligt. Vit tosa við forkvinnuna í Sinnisbata, Róu Midjord, og formannin í Reyða Krossi, Jóannes Eidesgaard, seinni í sendingini. Øll sendingin kann hoyrast her. Eg haldi, at hetta hevur verið ein serstakliga áhugaverd uppliving. Tað hevur givið íblástur at hava so góðar lærarar og arbeiða saman við so nógvum góðum næmingum. Útbúgvingin er eitt bland millum tað verkliga og ástøðiliga, og í hesum innslagnum hoyra vit eitt lítið verk, sum Katrina hevur gjørt, ið kallast Volapyk. Í føroysku stuttrøðini frá 2004 Havið ímillum , sum er í tveimum pørtum, fylgja vit kokkinum umborð á Skálabergi, Heina Ósa og familju hansara heima. Skálaberg fór av Klaksvík 24. januar og kom aftur 24. apríl 2004. Gjøgnum Heina uppliva vit dagliga lívið og arbeiðið umborð bæði til gamans og álvara. Heima fylgju vit konuni Petru, og tá 5 ára gamla soninum Hera og eldra beiggjanum Jákupi, sum tá var 20 ára gamal. Plátan er tikin upp, framleidd og ljóðblandað av Grammy vinnandi toyminum Mike Fahey og Vance Powell í Sputnik Sound upptøkuhølunum í Nashville, TN. Fyribilsskipanin, sum er galdandi við landamørkini til og við fríggjadagin 10. juli, verður longd. Tvungna kanningin fyri korona verður ókeypis fyri tey ferðandi til og við 31. juli. Landsstýrismaðurin ásannar, at í løtuni er eingin lógarheimild at krevja gjalda frá øllum ferðandi fyri hesa tvungnu kanning, og tí má landskassin gjalda. Ein meting sigur, at tað kostar tvær milliónir krónur um vikuna, og teir pengarnar má eg útvega mær, møguliga við fíggjarnevndarskjali, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. Ósemjan var grundleggjandi, tá ein arbeiðsbólkur handaði landsstýriskvinnuni sína frágreiðing um bústaðarpolitisk átøk, 6. mars. Í dag, smáar fýra mánaðir seinni, roynir Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir at binda fyri, soleiðis at bústaðarpolitikkurin hjá samgonguni loksins kann gerast veruleiki. Síðstu 100 milliónirnar sleppur Bústaðir sjálvt at ráða yvir fyri hesar pengarnar kann Bústaðir byggja íbúðir í Havn, men tá skal avkast kravið vera størri. Tá skal byggjast á javnsettum grundarlagi við tað privata . Eisini ætlar landsstýriskvinnan at bjóða út fimm búfelagsskapir til fólk við serligum tørvi, sum skulu byggjast í alment privatum samstarvi. Tørvurin er stórur, leiguinntøkurnar tryggar, og tí eiga privatir íleggjarar at hava áhuga at vera við her, heldur landsstýriskvinnan. Sambært bústaðarpolitikkinum, sum nú er settur út í kortið, skulu 100 milliónir brúkast til íbúðir kring landið meðan 100 milliónir kunnu brúkast til íbúðir í Havn. Javnseting millum alment og privat fylti nógv í frágreiðingini um bústaðarpolitisk átøk og henda javnseting er framvegis partur av bústaðarpolitikkinum. Meðan stjórin á Bústøðum kann ugga seg við, at tað kanska verður lættari at fáa privatar íleggjarar at seta pengar í, tá vinningurin er størri, so merkir tað eisini dýrari húsaleigu fyri tann, sum skal leiga Sonevnda avkastkravið , ið sambært landsstýriskvinnuni skal javnseta alment og privat, er bara galdandi, har kapping er á bústaðarmarknaðinum. Kravið er ikki galdandi, tá Bústaðir skal brúka aðrar 100 milliónir krónur at byggja fyri kring landið. Formaðurin í Javnaðarflokkinum heldur tað vera gott, at landsstýrið fer undir at byggja fleiri íbúðir kring landið men hann heldur, at við uppskotinum verður tað enn truplari hjá familjum, lágløntum, lesandi og pensjónistum at fáa bústað í Havn. Elduvíkarvegurin hevur verið vánaligur at koyra eftir í fleiri ár, og síðsta summar gjørdi Landsverk ábøtur á vegin. Hann er tó enn óslættur at koyra eftir í grundini upp aftur verri enn áðrenn, sigur Jona í Lon, sum koyrir eftir vegnum hvønn dag. Elduvíkarvegurin var vorðin somikið óslættur, at hann mátti gerast aftur. Men Landsverk legði seg eftir einari bíligari loysn, tí tey vildu ikki brúka ov nógvar pengar uppá ein veg, sum so fá fólk brúka. Ein reyður tráður í politikkinum er, at Bústaðir skal javnsetast við privatu vinnuna, har kapping má metast at vera á bústaðarmarknaðinum. Tað merkir millum annað, at Bústaðir fær álagt krav um hægri avkast tað vil siga tjena fleiri pengar har Bústaðir má metast at vera í kapping við privatar fyritøkur. Húsalánsgrunnurin skal nú geva ráðgeving um alternativar byggihættir og fíggingarhættir, sum kunnu leggja lunnar undir ein meira fjølbroyttan føroyskan bústaðarmarknað. Tað er eitt endamálið, nú lógin um Húsalánsgrunnin skal broytast. Sambært uppskotinum um lógarbroyting skal Húsalánsgrunnurin geva fólki góð ráð um bygging og fígging. Hann kann eisini geva stovnum, kommunum, feløgum og øðrum ráðgeving og taka pengar fyri hana. Lógarbroytingin er til hoyringar nú. Hoyringarfreistin er til 30. juli. Tá bergholið verður tikið í nýtslu í februar næsta ár, hevur byggitíðin verið eitt ár styttri enn væntað. Nýggja bergholið til Hvalbiar er hálvan triðja kilometur langt. Harumframt eru 2,3 kilometrar av vegi hvalbiarmegin og 1,4 kilometrar trongisvágsmegin. Játtanin til Hvalbiartunnilin er 272 milliónir krónur. Í sambandi við, at seinasta skotið verður latið av týsdagin verður hátíðarhald, men bara innboðin sleppa við. Ikki er gjørligt at hava alment hátíðarhald í hesum koronutíðum. Koronakreppan økir nú um arbeiðsloysið í Europa. Sambært europeisku hagstovuni, Eurostat, vaks arbeiðsloysið við 253.000 fólkum í mai. Tað svarar til 6,7 prosent. Ringast stødd eru fólk í Spania, Grikkalandi og á Kypros. Frægast stendur til í Kekkia, Póllandi og Hollandi. Hóast arbeiðsloysið veksur, so er støðan ikki so ring sum hon var undir fíggjarkreppuni, tá arbeiðsloysið kom upp í 11 prosent í 2011 og í 2012. Orsøkin til, at gongdin ikki er so ógvuslig nú, er, at flestu londini hava játtað hjálparpakkar, so virkir og fyritøkur kunnu halda fram at virka. Tað verður staðfest í nýggjari kunngerð frá Fiskimálaráðnum, sum ásetur reglur fyri fiskiskap í føroyskum sjógvi í samband við ferðavinnu. Fiskiskapurin kann bert fara fram við tráðu, snøri ella hondsnellu, og loyvt er ikki at avreiða ella selja veiðu frá ferðavinnufiskiskapi. Loyvi til ferðavinnufiskiskap kann verða latið eigara av fiskifari undir føroyskum flaggi. Umsóknir um fiskiloyvi skulu sendast til Vørn. Tað svarar Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggarmálum, í einum grein 52a fyrispurningi frá Bjarna Hammer, løgtingsmanni fyri Javnaðarflokkin, um fyrireikingar og forkanningar í samband við undirsjóvartunnil til Suðuroynna. Sambært landsstýrismanninum verður tað mesta av arbeiðnum gjørt í summar, har millum annað seismiskar kanningar verða gjørdar. Eftir summarfrítíðina verða eisini gjørd borihol, har jarðfrøðin verður kannað. Upplýst verður eisini, at Jarðfeingi hevur gjørt eitt tilmæli til Landsverk um, hvørjar jarðfrøðiligar kanningar eiga at verða gjørdar fyri at hava eitt haldgott grundarlag fyri at fara undir verkætlanina. Miðað verður eftir, at arbeiðið verður mest sum liðugt í 2021 og at síðstu forkanningarnar og fyrireikingarnar verða gjørdar í 2022. Ert tú virkin á Instagram, hevur tú helst lagt til merkis ein nýggja brúkara, ið nevnist InfluencerFo . Brúkarin er eitt slag av býtisbarni, har fleiri brúkarar skiftast um at hava brúkaran um hendi. Stovnarin er Bjørga Sivertsen, ið ynskir at hjálpa føroyingum, sum ynskja at gerast ávirkarar. Ein sokallaður ávirkari er ein, sum ígjøgnum sosialar miðlar roynir at ávirka onnur til eitt og hvørt. Talan er ofta um, at viðkomandi lýsir vørur fyri fyritøkur, og fær síðani vøruna ella pening afturyfyri. Tað sigur Landsverk sambært Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, sum hevur svarað einum spurningi frá Una Rasmussen, løgtingsmanni, um innkoyringarnar til Norðragøtu. Okkurt um 6.000 bilar koyra dagliga millum rundkoyringina í Gøtudali og Gøtugjógv. Frá 2014 til 2017 eru skrásett 11 óhapp har, eitt var við fólkaskaða. Trý óhapp vóru á vegamótunum. Í ár hava verið nøkur óhapp við Mortansstovubrekku og við Ánna. Sambært kanningum hjá Landsverki bendir einki á, at útsýnið á vegamótunum var orsøkin til óhappini, svarar Jørgen Niclasen. Vegamótini lúka donsk krøv um útsýni. Samanborið við landsveganetið sum heild eru óhappini fyri hvønn kilometur í Gøtu beint yvir miðal. Í 2018 var tí gjørdur ein ferðslulummi á vegamótinum við Mortansstovubrekku. Landsverk upplýsir, at bilverjan millum Mortansstovubrekku og Gøtugjógv verður skift út ella tikin niður. Orsøkin er, at skráin á bilverjuni hevur lutfalsliga lítið hall, og tí er bilverjan óneyðug á pørtum av hesum teini, stendur í svarinum hjá Jørgeni Niclasen. Tú kanst eisini keypa føroyskt, og fara inn á matkovin.fo og leita eftir tí, tú skalt hava. Trýst til dømis egg, og kanska eisini økið, har tú býrt, so kann vera, at ein høsnabóndi poppar upp. Sunniva Gudmundsdóttir Mortensen, fólkalívsfrøðingur, hevur tikið stig til heimasíðuna, tí hon kundi síggja, at har var tørvur á einum millumliði millum matframleiðaran og kundan í Føroyum. Framsýningin hjá Tórshavnar Býarsavni er gjørd í sambandi við, at tað í ár eru 75 ár síðan seinni heimsbardagi endaði. Bretska hersetingin í Føroyum, nevnd Operation Valentine, var frá 12. apríl 1940 til 16. mai. 1945. Hersetingin hevði stóra ávirkan, bæði politiskt, fíggjarliga og mentanarliga. Tíðin var merkt av álvara og gaman. Nógvir mans lótu lív á sjónum og í vanlukkum, og óttin um, hvat fyrifórst úti í heimi, var stórur. Tíðin var tó eisini merkt av stuttleika og vinaløgum við bretar. Á framsýningini hjá Býarsavninum eru nógvir áhugaverdir lutir frá krígstíðini. Umframt hernaðarútgerð ber til at síggja kjólar, atgongumerki til dans, móta og seymibløð, føroysk tíðarrit og ein heimagjørdan skógv, sum ein maður gjørdi unnustu síni undir krígnum. Eisini eru myndir og upptøkur úr Havn frá hesari tíðini. Nógvir av lutunum eru ogn hjá Býarsavninum, millum annað lutir sum Birgar Johannesen lat savninum. Harumframt eru eisini lutir, ið eru læntir frá Tjóðsavninum og Krígssavninum. Í sambandi við framsýningina eftirlýsti Býarsavnið lutir frá krígstíðini, og nógv fólk hava verið so beinasom at læna og lata savninum lutir. Bakkafrost tók sløk 21.000 tons av laksi í øðrum fjórðingsári. 12.900 tons vórðu tikin í alibrúkunum sum felagið hevur norðan fyri í Føroyum, og 7.900 tons vórðu tikin í brúkunum, sum felagið hevur í Skotlandi. Tað upplýsir felagið fyri partabrævamarknaðinum í Oslo. Samstundis verður upplýst, at Havsbrún seldi 22.100 tons av alifóðri, og virkið keypti 120.000 tons av rávøru. Høgni við Tutlá hevur eitt ótrúligt loyndarmál. hann kann broytast til eitt dýr. Øll sløg av dýrum, í veruleikanum eina loppu, eina dúgvu, ein nashyrning . Trupulleikin hjá Høgna er, at hetta, at hann broytist til eitt dýr, er als ikki nakað, sum kemur væl við. Hvørja ferð, hann er stúrin, hendir tað, og tað hendir alla staðni. Høgni hevur tríggjar góðar vinir, sum mugu hjálpa honum at klára hesa svakligu nýggju megina og tað skal vera skjótt. Sam Copeland skrivaði og Tórarinn á Rípuni týddi. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2019. Hjálmar Dam lesur. Treystitalið er nógv lægri enn tað var í januar. Treystitalið er tað samanvigaða vísitalið frá fimm spurnakanningum, sum verða gjørdar í januar og juni hvørt ár. Treystitalið hevur ligið í støðugari legu seinastu trý til fýra árini, men er fallið frá 32 í januar til minus 16 í juni í ár. Talan er um størsta fallið frá einari kanning til aðra hesi 14 árini, kanningarnar eru gjørdar, sigur Hagstovan. Árligu makrelkanningarnar eru byrjaðar. Talan er um eina stóra altjóða felagskanning, sum miðar eftir at lýsa vistskipanina við serligum denti á makrel í Norðurhøvum í juli, skrivar Havstovan. Talan er um eina yvirlitstroling eftir makreli, umframt ekkókanningar av sild og svartkjafti. Umhvørviskanningar verða eisini gjørdar at máta hita, salt og nøgdina av djóraæti í sjónum. Høvuðsendamálið er at fáa til vega vísital fyri makrelstovnin, ið skal nýtast til stovnsmetingarnar seinni í summar. Seks skip eru við í kanningunum. Íslendska rannsóknarskipið Árni Friðriksson og Tróndur í Gøtu byrjaðu í gjár. Komandi dagarnar byrja trý skip afturat, eitt í Norðsjónum og tvey í Norskahavinum. Sætta skipið fer at gera kanningar í grønlendskum øki seinni í mánaðinum. 56 prosent av teimum spurdu halda, at ferðafólkini sjálvi skulu gjalda fyri koronukanningana, tá tey koma til Føroya við antin flogfari ella ferðamannaskipi. 33 prosent av teimum spurdu í kanningini halda, at landskassin skal gjalda fyri kanningina, meðan 11 prosent siga seg ikki vita, hvør skal gjalda. Í øllum aldursbólkum, uttan einum, er greiður meiriluti fyri, at ferðafólk sjálv skulu gjalda. Men millum tey 60 til 80 ára gomlu eru tað eins nógv, ið halda, at landskassin eigur at gjalda fyri kanningina. Serliga nógv ung millum 18 og 29 ár halda, at ferðafólk sjálvi eiga at gjalda fyri koronukanningina. 63 prosent av øllum teimum 18 29 ára gomlu halda, at ferðafólk sjálvi eiga at gjalda. 90 prosent av øllum teimum spurdu halda tó, at tað er rætt at kanna øll ferðafólk, sum koma til landið. 500 fólk vórðu spurd í kanningini. Hann tosar millum annað um ferðina til Liverpool, har teir náddu at taka upp í Strawberry Fields, áðrenn ein kvinna bað teir skrubba av og ringdi eftir løgregluni. Men verður sammett við 2018, sum hevði sama útbúgvingartilboð sum í ár, er vøksturin 9,6 prosent. Bachelorumsóknirnar eru 27,5 prosent fleiri enn i fjør. Ymiskt er, hvussu nógvar umsóknir eru til hvørja útbúgving. Sjúkrarøktarfrøði, námsfrøði og læraraútbúgving eru væl umtóktar. 30 pláss eru í sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingini, men har eru 78 umsóknir. Í námsfrøði eru 35 pláss og har eru 80 umsóknir. 84 vilja verða lærari, pláss er fyri 35. Tær 469 umsóknirnar eru býttar soleiðis, at 399 vilja lesa bachelor, níggju hjánám, 45 master og 16 ískoytisútbúgvingar. Fólk fáa at vita um eina viku, um tey sleppa inn, og skulu svara eftir ólavsøku. Talan er um ein tungan burð, tí seinastu 10 15 árini hevur verið tosað um møguleikan og stórar íløgur eru gjørdar í Apoteksverkið. Sambært uppskotinum, sum landsstýriskvinnan Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttur hevur sent til hoyringar, skal avkast grundarlagið vera størri, um Bústaðir skal byggja í Havn, og at tá skal byggjast á javnsettum grundarlagi við tað privata. Andras Róin, stjóri í Bústøðum, segði í Degi og Viku í gjárkvøldið, at hetta helst merkir, at húsaleigan í Havn verður umleið 20 prosent hægri. Hav Atlantic er nú á veg til Kollafjarðar, har tað væntandi verður seint í annaðkvøld. Skipið er skrásett í føroysku altjóða skipaskrásetingini. Sløkkiliðið hevur tamarhald á støðuni og búfólkini eru flutt, aftaná at eldur fyrr í dag kom í Ellis og Røktarheimi í Runavík. Vilhelm Olsen, innsatsleiðara í Skálafjarðar Sløkkiliði, segði í tíðindasendingini klokkan 16, at eldur var kyknaður millum skins og hold, men at hann nú var sløktur. Bú og starvsfólkini á deildini blivu flutt yvir í kantinuna á heiminum, og verða tey flutt í onnur rúm á heiminum, sigur Jóngerð Guttesen, leiðari fyri Eldrasamstarvið Roðin. Hon upplýsti eisini, at avvarðandi eru kunnað um støðuna. Tað er ógreitt hvat orsøkin var til eldsbrunan í Runavíkar Ellis og Røktarheimi. Tað sigur Vilhelm Olsen, innsatsleiðari í Skálafjarðar Sløkkiliði. Eldur var kyknaður millum skins og hold, og mátti sløkkiliðið bróta klædningin fyri at sleppa inn til eldsbrunan og basa honum. Hoyr samrøðuna við innsatsleiðaran við at trýsta á pílin undir myndina. Tað kundi ikki gingið skjótari. Tey vistu júst hvat tey skuldu gera. Men vit hava jú javnan brandvenjingar, so tað dugdu tey til fingraspíssarnar. Tað sigur Jóngerð Guttesen, leiðari fyri eldrasamstarvið Roðin, aftaná at eldsbrunan í Eysturoyar Ellis og Røktarheimið. Eldurin kyknaði í suðurstovuni, ið er deildin hjá teimum, ið hava demens. 22 búfólk búgva í tí stovuni. Jóngerð Guttesen upplýsir, at nú verður støða tikið til hvar búfólkini skulu flytast. Tað er eitt grovt álop á Havnina, at eitt serligt krav um avkast skal setast á tær leiguíbúðir, sum Bústaðir fer at byggja í Havn, sigur Annika Olsen, borgarstjóri. Annika Olsen er bæði ovfarin og hørm um, at nýggi bústaðarpolitikkurin hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir og samgonguni tá hann nú endiliga gjørdist veruleiki skuldi enda við, at tey, sum vilja leiga sær bústað í Havn, skulu revsast við hægri leigukostnaði, um tað er almenna felagið Bústaðir, ið byggir. Miðstovugarðurin og Veltan á Sandi hava nakrar ferðir roynt at brúka føroysku ullina til eplaveltur. Úrslitini eru góð, tí ullin vísir seg at vera sera gott tøð. Í innslagnum vísa Jóannes Johannesen, bóndi á Miðstovugarði, og Maria Lyager Jacobsen, gartnaralærlingur á Veltuni, hvussu hetta fer fram. Í farnu viku varð eitt stórt punktum sett í 10 ára drúgvu søguni um kollsiglda Eik Banka. 22. juni fríkendi Hægstirættur allar, sum Fíggjarligt Støðufesti hevði stevnt fyri teirra leiklut í Eik Bank Danmark. Teirra millum, Marner Jacobsen, sum var nevndarformaður í danska dóttirbankanum. 18. november í fjør dømdi Føroya Rættur leiðsluna í gamla Eik Banka í Føroyum at gjalda 150 milliónir krónur til fíggjarligt støðufesti. Tann dómurin er kærdur til Landsrættin. Danska rættarmálið hevur gingið skjótari, og mánadagin í síðstu viku vórðu teir stevndu í Eik Bank Danmark fríkendir í Hægstarætti. Marner Jacobsen, fyrrverandi forstjóri í Eik, vitjar sjónvarpsstovuna til eina samrøðu um fríkenningina, um kollsiglda bankan og tapini í kjalarvørrinum á tí og um fólksins dóm. Fleiri lond hava latið aftur fyri fremmandaættleiðing. Í summum londum avgera dómstólarnir einans átrokandi ættleiðingarmál. Tí kunnu summi mál ikki avgreiðast, sum er fortreytin fyri, at eitt barn kann verða ættleitt til Føroya. Tað skrivar Almannamálaráðið í einum skrivi til Kringvarpið. Í løtuni eru trý føroysk pør á bíðilista til fremmandaættleiðing. Sambært Familjufyrisitingini eru tvey teirra ávirkað av støðuni við koronufarsóttini. Avleiðingar eru ymiskar frá einum landi til annað. Í summum londum hevur koronufarsóttin meira praktiskar avleiðingar, so sum flutning, manning á barnaheimum og á skrivstovum . Foreldur, sum ikki sleppa av landinum eftir sínum børnum, eru ikki einans rakt av forðingum í ymsu londunum. Málsviðgerðin er eisini munandi longd eftir at londini lótu aftur. Ráðið Fyri Ferðslutrygd mælir til at seta eina skaðakanningarnevnd í verk fyri at fáa neyðuga vitan um álvarsligar ferðsluvanlukkur. Ráðið vísir á, at viðhvørt eru tað smálutir og tilvild, sum gera av, um vanlukka viðførir deyða ella álvarslig varandi mein. Tískil meta tey, at tað er umráðandi at farið verður undir nærri skipaðar kanningar av øllum álvarsligum ferðsluvanlukkum. Seinni árini hevur verið langt millum álvarsligu ferðsluóhappini, og talið á teimum, sum doyggja í ferðsluni er minkað. Tó er talið á ferðsluóhappum við fólkaskaða vaksið. 469 fólk hava søkt um at sleppa á Fróðskaparsetrið at lesa í ár. Tað eru 18 prosent fleiri enn í fjør eisini hóast Setrið bjóðar tríggjar færri útbúgvingar í ár. Fyrst og fremst metir hon, at ein orsøk er, at Setrið í størri mun hevur víst á, hvat ein kann brúka útbúgvingarnar til. Umsøkjaratalið á lestrarstovnum uttanlands er eisini hækkað í ár. Lestrarskrivstovuleiðarin metir, at umsøkjaratalið á Fróðskaparsetrinum, eins og aðrir lærustovnar úti í heimi, er ávirkað av koronufarsóttini. Ymiskt er, hvussu nógvar umsóknir eru til hvørja útbúgving. Sjúkrarøktarfrøði, námsfrøði og læraraútbúgving eru, eins og undanfarin ár, best umtóktar. Øll tíggju liðini í Betrideildini við monnum spæla í dag. Fyrsti dysturin er klokkan 15 00 millum ÍF og HB í Fuglafirði. Heimaliðið hevur staðið seg væl higartil, meðan oddaliðið, HB, sum eisini hevur tikið nógv á bóli, hevur stórar skaðatrupulleikar. Í øðrum umfari vann HB 3 1 í Fuglafirði. Tveir dystir eru klokkan 17 00. AB tekur ímóti B36 inni í Vika á Argjum, og Víkingur vitjar botnliðið á Skála. Klokkan 17 30 spæla KÍ og TB við Djúpumýru í Klaksvík, og klokkan 19 00 tekur NSÍ móti EB Streymi við Løkin í Runavík. Kringvarpið sigur frá dystinum millum ÍF og HB í Fuglafirði. HB legði trýst á hini liðini í toppinum í Betrideildini við 2 1 sigri í spennandi dysti móti ÍF. Heimaliðið legði seg á odda longu tá 6 minuttir vóru spældir. Tað var leigusveinurin úr Víkingi, Hans Jákup Lervig, sum skeyt málið. HB svaraði aftur miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá Mathias Nygaard javnaði við skallara. Nógvir málkjansir vóru í dystinum, og tað var serliga HB, sum í fleiri umførum var nær við at skora. Og avgerandi málið kom, tá 21 minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki. Landsliðsspælarin, Ren Shaki Joensen, varð hetjan hjá oddaliðnum. Hóast ÍF royndi og var nær við at javna síðstu løtuna, eydnaðist tað ikki, og HB fekk øll trý stigini og kom upp á 28 stig. ÍF HB, 1 2 1 0 Hans Jákup Lervig, 6 minuttir. 1 1 Mathias Nygaard, 30 minuttir. 1 2 Ren Shaki Joensen, 66 minuttir. Týskland hevði ikki meir enn hertikið Polland, tá tey fyrstu týsku flogførini vóru at síggja við Føroyar. Tá bretar høvdu hersett Føroyar í apríl 1940, fóru teir at byggja verndarvirkir í Havn og við Skálafjørðin. Tvær stórar kanónir vórðu settar upp á Skansanum í Havn og tvær inni á Nesi. Í Havn skuldu havnarlagið og oljutangarnir verjast. Á Skálafjørðinum skuldi innsiglingin verjast, so ongin óynsktur slapp inn á fjørðin, ið var útgerðarhavn hjá hervaldinum. Allir favorittarnir vunnu sínar dystir í 11. umfari av Betrideildini við monnum. TB skakaði KÍ við Djúpumýru, tá John Villi Leo legði útiliðið framum tíðliga í fyrra hálvleiki. Men føroyameistarin fekk fótin fyri seg, og í seinna hálvleiki skoraðu lokalu hetjurnar, Jákup B. Andreasen og Jóannes Bjartalíð, og KÍ fekk trý virðismikil stig í toppstríðinum. NSÍ vann eisini sín dyst. Salmundur Bech skeyt sigursmálið í 37. minutti, og NSÍ átti helst at havt skorað fleiri mál. B36 hevði ikki stórvegis trupulleikar í grannauppgerðini móti AB á Argjum. Michal Przybylski, Árni Frederiksberg, Sebastian Pingel og Meinhard Olsen skoraðu í 4 0 sigrinum. Víkingur vitjaði á Skála, og longu í hálvleikinum var útiliðið frammanfyri 4 0, sum eisini varð endaliga úrslitið. Jákup Johansen, Lukasz Cieslewicz, Atli Gregersen og Vukasin Tomic skutu málini hjá Víkingi, sum er aftur á fimta plássi. Fyrsti dysturin í dag var ímillum ÍF og HB. ÍF legði seg á odda í fyrra hálvleiki, men oddaliðið vísti styrki, og vann 2 1 við málum frá Mathiasi Nygaard og Ren Shaki Joensen. ÍF HB, 1 2 1 2 Hans Jákup Lervig, 6 minuttir. 1 1 Mathias Nygaard, 30 minuttir. 1 2 Ren Shaki Joensen, 66 minuttir. AB B36, 0 4 0 1 Michal Przybylski, 11 minuttir. 0 2 Árni Frederiksberg, 46 minuttir. 0 3 Sebastian Pingel, 66 minuttir. 0 4 Meinhard Olsen, 86 minuttir. Skála Víkingur, 0 4 0 1 Jákup Johansen, 10 minuttir. 0 2 Lukasz Cieslewicz, 14 minuttir. 0 3 Atli Gregersen, 18 minuttir. 0 4 Vukasin Tomic, 45 1 KÍ TB, 2 1 0 1 John Villi Leo, 18 minuttir. 1 1 Jákup B. Andreasen, 52 minuttir. 2 1 Jóannes Bjartalíð, 78 minuttir. br. NSÍ EB Streymur, 1 0 1 0 Salmundur Bech, 37 minuttir. Betrideildin, støðan 1. HB, 28 stig 2. NSÍ, 26 stig 3. KÍ, 26 stig 4. B36, 25 stig 5. Víkingur, 17 stig 6. ÍF, 16 stig 7. EB Streymur, 7 stig 8. TB, 6 stig 9. AB, 4 stig 10. Skála, 1 stig Koronusmittan er nú aftur staðfest í Føroyum. Eitt ferðafólk, sum kom til Føroya við flogfari í gjár og varð kannað á flogvøllinum, vísti seg at vera smittað við koronu. Kommunala Eftirlitið hevur heitt á Tórshavnar Kommunu um at broyta reglugerðina fyri ólavsøkustuðli fyri at tryggja sær, at pengarnir ikki fara sum stuðul til einstaklingar. Tórshavnar Býrað samtykti herfyri, at tað í ár skal latast ein serligur ólavsøkustuðul til eigarafeløg og grannaløg upp á tíggju túsund krónur. Í farnu viku sendi kommunan út eitt kunningarskriv við eini reglugerð, har tað varð boðað frá, at eigarafeløg og grannaløg kundu nýta peningin til eitt nú at keypa benkur, grillir, perur og undirhald fyri. Hvør skuldi eiga lutirnar, tá ólavsøkan var liðug, var ógreitt. Men nú er greitt, at grannaløg kortini ikki sleppa at keypa grillir, benkur, ljósperur, hátalarar og annað fyri tær tíggju túsund krónurnar, sum tey hava møguleika fyri at fáa í ólavsøkustuðli. Kommunan hevur nevniliga eftir boðum frá Kommunala Eftirlitinum broytt reglugerðina soleiðis, at peningurin einans kann nýtast til at leiga ymiska útgerð og undirhald fyri. Á heimasíðuni hjá Tórshavnar Kommunu sæst, at fleiri grannaløg longu hava søkt um ólavsøkustuðul, og í fleiri førum er talan um rættiliga smá grannaløg. Øssur Kjølbro, prestur, prædikar, Bernhardina Mikkelsen er deknur, við orglið situr Heðin Kambsdal og klokkari er Edmund Abrahamsen Talan er um ein persón, sum áður hevur havt koronu og er vorðin frískur aftur. Tí hevur viðkomandi tikið eina blóðroynd, ið skal staðfesta, um hann ella hon hevur andevni móti koronu í kroppinum. Um so er , so er viðkomandi frísk ella fískur og smittar ikki. Men er tað so, at persónurin, sum kom til Føroya við flogfari í gjár, hevur smittað onnur umborð á flogfarinum ella á flogvøllinum, so er kortini enn ongin vandi fyri, at hesi hava borið smittuna víðari, sigur Bjarni á Steig, yvirlækni og ráðgevi hjá Heilsumálaráðnum. Ein undirsjóvartunnil til Suðuroyar skal venda gongdini í fólkatalinum í Suðuroynni. Tað er yvirskipaða svarið, sum Bárður á Steig, løgmaður, hevur givið Heðini Mortensen, løgtingslimi. Heðin Mortensen spurdi løgmann, hvørji tiltøk landsstýrið ætar at seta í verk til tess at venda gongdini í fólkatalinum í Suðuroynni. Yvirskipað er svarið eitt væl útbygt og væl virkandi samferðslukervi, har oyggjarnar verða knýttar saman, hevur alstóran týdning fyri vinnuna og trivnaðin kring landið, skrivar Bárður á Steig Nielsen. Løgmaður vísir á, at samgongan er samd um at tryggja hóskandi ferðasamband kring alt landið, herundir íløgur í tunlar og undirsjóvartunlar. Ein Suðuroyartunnil er ein týdningarmikil partur av komandi samferðsluútbyggingum í Føroyum. Á fíggjarlógini fyri 2020 hava forkanningar og fyrireikingar til Suðuroyartunnil fingið sína egnu høvuðskontu, og hevur samgongan sett fimm milliónir krónur av, soleiðis at hildið kann verða fram við at gera forkanningar og at fyrireika Suðuroyartunnilin. Tá hesar kanningar eru gjørdar, kunnu veruligu fyrireikingarnar til ein Suðuroyartunnil byrja, skrivar Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í svarinum til Heðin Mortensen, løgtingslim. Hetta hendir eftir, at talið av fólkum, sum eru smittað við koronu, aftur er farið at vaksa í Avstralia, skriva altjóða miðlar í morgun. Tað er serliga í landslutinum Victoria, sum er grannalandsluturin hjá New South Wales, har vøksturin er stórur, og tað hevur fingið myndugleikarnar í New South Wales at stongja mørkini. Í Melbourne, sum er næststørsti býurin í Avstralia, hava myndugleikarnir staðfest 127 nýggjar koronutilburðir í morgun. Hetta er hægsta talið av smittaðum, sum eru skrásett í ein dag, síðan koronufarstóttin breyt út. Vaksandi talið av smittaðum hevur havt við sær, at myndugleikarnir hava sett 30 forstaðir til Melbourne og harvið 300.000 fólk í sonevnt lockdown seinastu vikuna í eini roynd at forða koronusmittuna í at breiða seg út. Harumframt eru næstan 200.000 fólk blivin kannað fyri smittuna í raktu økjunum. Hetta er fyrstu ferð síðani umfarmssóttin byrjaði at ganga, at New South Wales hevur stongt síni mørk fyri grannalandslutum í Avstralia. Fráboðanin kemur eftir, at eitt ferðafólk, sum kom til Føroya við RC435 í gjár, varð kannað á flogvøllinum og vísti seg at vera smittað við koronu. Lars Fodgaard Møller landslækni, sum hevur ábyrgdina av at fyribyrgja smittu, helt í gjár ikki, at vandi var fyri, at viðkomandi hevur smittað nakran annan, sum var við flogfarinum ella á flogvøllinum í gjár. Orsøkin var, at talan er um eitt ferðafólk, sum hevur havt koronu og er vorðið frískt aftur, segði landslæknin við Útvarpið í gjár. COVID 19 stuðulin úr landskassanum nærkast teimum seks milliónunum. Tá gjørt varð upp fyrrapartin fríggjadagin, vóru 120 umsóknir avgreiddar. Stuðulin var tá slakar 5,9 milliónir krónur. Flestu fyritøkurnar, 91 av teimum 120, siga seg hava mist millum 60 og 100 prosent av umsetninginum. Fyritøkurnar fáa stuðul til fastar útreiðslur, so sum húsaleigu, el, hita, rentur, trygging og fjarskifti. Tær kunnu fáa í mesta lagi 80.000 krónur um mánaðin. Størsti stuðulin higartil er 240.000 krónur fyri ársfjórðingin. Miðalstuðulin er slakar 50.000 krónur. Skipanin er longd til 31. oktober. Men tá ein verkætlanin verður bjóðað út, áðrenn øll viðurskifti er komin upp á pláss, eru nógvar óvissur, ið skulu avgreiðast aftaná, sigur stjórin í SEV, Hákun Djurhuus. 34 kommunulæknaviðtalur eru í Føroyum, 26 hava kommunulækna í føstum starvi. Avloysarar manna hinar átta kommunulæknaviðtalurnar. Og soleiðis verður eisini komandi árini. Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, sigur í einum svari til Jóhannis Joensen, løgtingsmann, at tá hugsað verður um aldurin hjá kommunulæknunum og hvussu nógvir læknar verða úbúnir næstu trý árini, eru ikki útlit fyri, at fastir læknar vera til leysu størvini komandi árini. Í løtuni eru 16 fólk í turnusskipanini, sum nú eitur Den kliniske basisuddannelse KBU . Hetta eru læknalesandi, sum hava hava lokið kandidatprógv í læknafrøði. Átta læknar eru í introstørvum í ymsum sergreinum. Eitt introstarv er eitt starv, har læknin roynir at finna útav, hvørja sergrein hann skal velja, tá hann skal søkja høvuðsútbúgvingarstarv. Korona heldur fram við at gera um seg kring heimin. Serliga í USA. Bara í Florida vórðu í gjár skrásettir 11.000 nýggir tilburðir, og tað er met hjá einum einstøkum stati. Brasil er beint í hølunum á USA, tá tað ræður um koronutilburðir og deyð av koronu. Har er talið av koronutilburðum farið upp um 1,6 milliónir fólk. India er eisini hart rakt av koronu. Í gjár vórðu 24.850 nýggir tilburðir staðfestir, og tað er tað mesta, ið er staðfest í landinum í ein dag. Hetta hendir samstundis sum avstralski landsluturin Victoria hevur stongt mørkini og sent 300.000 fólk í sóttarhald, samstundis sum fleiri hundraðtúsund fólk verða kannað, tí talið av smittaðum veksur. Teir tríggir tykjast fullvísir í, at teimum fer einaferð at eydnast at røkka sínum máli. Men fyrstu árini eru møtimikil og stríggin. Í 1960 fara teir til Hamburg, og har fáa teir seg av álvara royndar. Útlitini eru kortini alt annað enn bjørt, men á heysti í 1961 tekur alt eina týðandi vend. Frá at hava bóltast sum tongul í brimi í fleiri ár er skjótt, at mótburður vendist til framburð, nú ein føst hond tekur sær av bólkinum. Hann er fúsur at taka bólkin úr Liverpool undir sítt veingjabreiði, men leggur kortini við ta treyt, at bólkurin útvegar sær nýggjan trummuspælara. Landskassin hevði fingið 226,1 millión krónur, um uppsjóvarfiskur og botnfiskur í Barentshavinum varð seldur á uppboðssølu aftur í ár. Eingin uppboðssøla er í ár, tí lógin um sjófeingi er broytt. Men var uppboðssølan í ár og miðalprísurin tann sami sum í fjør, hevði landið selt 4.045 tons av botnfiski fyri 29 milliónir krónur, 12.242 tons av makreli fyri 81 milliónir krónur, 35.847 tons av sild fyri 86,4 milliónir krónur. og 70.455 tons fyri 29,6 milliónir krónur. Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, í einum svari til Høgna Hoydal, tingmann, sum hevur 11 spurningar um kvotur, sum eru latnar reiðaríum sambært nýggju sjófeingislógini. Ein spurningur er, hvussu nógv tey 20.000 tonsini av sild, sum fýra tey størstu reiðaríini fingu afturat, eru verd. Sambært miðal avreiðingarprísunum árini 2015 2019 er virðið 92,6 milliónir krónur. Í hesum partinum verður millum annað sagt frá innrásini í USA. Vit hoyra millum annað Sunleif Rasmussen, Stanley Samuelsen, Niclas Johannesen, Rói Patursson, og Hanus Andreassen. Landsapotekarin sær stórar og fjølbroyttar møguleikar, tá íslendski marknaðurin letur upp fyri innflutningi av føroyskum heilivágsvørum á nýggjárinum. Tað var mánakvøldið í síðstu viku, at íslendska Altingið samtykti eina broyting í heilivágslógini, sum ger tað møguligt hjá føroyska apoteksverkinum at útflyta heilivág til Íslands. Maðurin hevur møguleika at royna avgerðina um revsingina í Hægstarætti. Hann hevur tvær vikur til at avgera, um dómurin skal í Hægstarætt. Maðurin varð dømdur at vera á psykiatriskari deild í óavmarkaða tíð. Hin niðurstøðan er endalig, tí eitt nevningating í Føroya rætti tók hana. Hann varð dømdur fyri grovan harðskap í tveimum førum og vanligan harðskap í trimum førum. Hendingin, sum maðurin varð ákærdur fyri, var 22. juni í fjør. Hann legði á eina kvinnu, sum arbeiðir á Psykiatrisku deild og gekk túr við honum á gøtuni við Sandá. Maðurin hevur verið í varðhaldi á Psykiatrisku deild í Havn alla tíðina síðani hendingina í fjør summar. Norðborg verður væntandi klár at fara til fiskiskap aftur um mánaðarskiftið august september. Reiðaríið í Klaksvík hevur funnið blokk og krumtapsaksil hjá einum upphøggjara í USA. Hann keypti ein motor, sum fór til Suður Korea í 2009, men er ongantíð brúktur. Lutirnir, sum viga 25 tons, skulu koyrast úr New York til Halifax, haðani eitt skip hjá Eimskipi fer eftir teimum mikudagin. Teir eru so í Klaksvík tann 23. juli. Síðani ganga fýra fimm vikur at seta teir í Norðborg. Blokkurin hjá Norðborg brotnaði 20. juni, tá skipið var til fiskiskap. Við øllum kostar skaðin yvir tíggju milliónir krónur. Hundavenjingin heldur fram hjá hundavenjaranum Maren Teien Rørvik. Vit læra Border Colliin Iris, og Line og Mikkel betur at kenna og søguna hjá teimum við. Føroyingar kenna seg rættiliga tryggar við skipanina við koronukanningum av ferðafólkum, sum koma til landið. Tað vísir ein spurnarkanning, ið spyr.fo hevur gjørt fyri Kringvarpið. Fólk vórðu spurd Hvussu tryggan kennir tú teg, nú øll ferðandi verða kannað fyri COVID 19, tá tey koma til landið Fólk kundu svara við tølum frá 1 5, har 1 merkti sera ótryggur og 5 sera tryggur . 14 prosent av teimum spurdu siga seg vera sera trygg við skipanina, sum er sett í verk fyri at kanna ferðafólk fyri koronu, meðan sjey prosent siga seg var sera ótryggan við skipanina. Tey allarflestu, ið hava svarað, kenna seg miðal trygg ella yvir miðal trygg við, at øll ferðandi, sum koma til Føroya, verða kannað fyri COVID 19, sambært spurnarkanningini. 33 prosent hava svarað 3 á einari skipan frá 1 til 5, sum merkir, at tey eru miðal trygg . 31 prosent hava svarað 4, sum merkir, at tey kenna seg yvir miðal trygg . Newfoundlendarin Anton skal venja at fara í bil, og hundaeigararnir fáa seinastu góðu ráðini, áðrenn tey fara heim at venja einsamøll. Grindin úr Havn hevur, eins og grindin úr Bø, hildið kósina í ein útsynning og er nú komin í økið, har grindin úr Bø var fyri fýra døgum síðan. Í tíðindaskrivi boðar felagið frá, at eftir at landsstýrismaðurin hevur hálsað um og góðkent semjuna millum kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið, er eingin orsøk at fara víðari við málinum. Nú landsstýrismaðurin hevur góðkent semjuna, og harvið staðfest sjálvstøðuga samráðingarrættin hjá kommununum, verður ikki neyðugt at royna málið í Føroya rætti, skrivar felagið. Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevði annars boðað frá, at felagið fór í rættin við landsstýrismanninum í fíggjarmálum eftir at hann noktaði at góðkenna sáttmálan hjá felagnum við Starvsmannafelagið. Ta vit hava latið okkara burturkast í skrelliposan ella á endurnýtsluplássið, so hugsa vit ikki so nógv um tað meira, men aðrar hendur taka við, har okkara sleppa, og hesi fólk hugsa um, hvussu okkara rusk kann endurnýtast ella endurvinnast. Luttakarar eru millum onnur Súsanna Berg, Óli Ó. Olsen og Jógvan Mørkøre, umframt onnur starvsfólk hjá IRF. Eldurin var millum skins og hold í Suðurstovu á heiminum. Fólkaskaði var eingin, men neyðugt gjørdist at flyta 14 fólk av teimum 22, sum búðu har. Tí hóast skaðin ikki var so stórur av eldinum, var stórur vatnskaði og roykskaði. Tann, sum brendi illgras, fær eitt sektaruppskot, sigur løgreglan. Jóngerð Guttesen, leiðari á Ellis og Røktarheiminum, sigur, at í morgin verður farið at vaska fýra kømur, og tey, sum búgva har, kunnu væntandi flyta inn aftur í næstu viku. USA umhugsar at banna væl umtóktu kinesisku appini TikTok. Tað viðgongur amerikanski uttanríkisráðharrin, Mike Pompeo, sambært CNN. Spurdur beinleiðis, um USA ætlar at banna TikTok og øðrum kinesiskum appum, svaraði Pompeo, at tað avgjørt er nakað, sum amerikanska stjórnin umhugsar. Viðmerkingin hjá Pompeo kemur í kjalavørrinum á, at politiski spenningurin millum USA og Kina er likin yvir í nógv onnur øki, eitt nú trygd, handil og tøkni. TikTok er vorðið sera væl umtókt í USA og øðrum vesturlondum undir koronufarsóttini, og appin er tikin niður 315 milliónir ferðir fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár, og tað er met í einum og sama ársfjórðingi. Samstundis, sum USA umhugsar at banna TikTok, ætlar TikTok at flyta úr Hong Kong, tí Kina hevur sett nýggjar trygdarlógir í gildi fyri býin, ið geva kinesisku stjórnini víðkaðar heimildir at sleppa fram at persónsdátum hjá fólki. Amerikanski stjórin í TikTok, Kevin Mayer, sum er fyrrverandi stjóri í Walt Disney, hevur áður sagt, at ongar persónsdátur hjá TikTok verða goymdar í Kina. TikTok hevur eisini áður sagt, at tað ikki fer at finna seg í, at kinesiska stjórnin ætlar at sensurera tilfar á appini ella at tiltuska sær atgongd til brúkaradátur. Men nýggja trygdarlóggávan fyri Hong Kong hevur givið kinesisku stjórnini størri heimildir. Indiska stjórnin segði í síðstu viku, at hon fór at banna TikTok og øðrum kinesiskum appum, tí tær eru ein hóttan móti landsins yvirræði og reinlyndi, sum tað bleiv sagt. Tað kann hava óbótaliga skaða fyri føroyskan uttanríkispolitikk og samráðingarstøðuna, at landsstýrismaðurin í uttanríkismálum koyrir solo í samráðingunum við amerikonsku sendikvinnuna. Tað halda andstøðulimirnir í Uttanlandsnevndini hjá løgtinginum, Heðin Mortensen og Høgni Hoydal. Løgtingið fekk nevniliga ikki at vita, at Carla Sands kom til Føroya. Ein nýggj kanning hevur staðfest, at fólkið hevði korona hálvan juni, men nú er virusið ikki longur virkið. 188 eru staðfest smittað í Føroyum, og 188 eru eisini staðfest at vera frísk aftur. Leygardagin var fyrstu ferð síðani 22. apríl, at koronasmittan varð funnin í Føroyum. Eisini tá varð hon funnin hjá fólki, sum kom til Føroya við flogfari. Seinast, smittan varð staðfest innanlands, var 6. apríl. Tann fyrsta smittan í Føroyum varð staðfest 3. mars hjá einum manni, sum hevði verið í París. 16. mars var dagurin við flestu staðfestingum, tá vóru 19 fólk staðfest at vera smittað. Nú eru 16.887 kanningar gjørdar í Føroyum. Tað sigur danski løgmálaráðharrin, Nick Hækkerup, í svari til Sjúrð Skaale, fólkatingsmann. Fyri aðru ferð í fimm ár flaggaðu almennir bygningar í Danmark fyri Føroyum 29. juni. Í 2016 samtykti stjórnin í Danmark, at millum annað ólavsøkudagur er almennur flaggdagur í Danmark, føroyskur flaggdagur. Hetta varð gjørt fyri at sýna Føroyum virðing. Men í 2016 varð litsamansetingin í Merkinum, sum fór í húnar hátt á almennum bygningum í Danmark skeiv. Krossurin var bláur og ikki reyður. Og í 2018 og nú í 2020 varð flaggað við Merkinum 29. juni. Skála Víkingur, 0 4 0 1 Jákup Johansen, 10 minuttir. 0 2 Lukasz Cieslewicz, 14 minuttir. br. 0 3 Atli Gregersen, 18 minuttir. br. 0 4 Vukasin Tomic, 45 1 minuttir. B36 EBS Skála, 4 1 1 0 Olga Kristina Hansen, 1 minuttir. 2 0 Bára Magnussen, 6 minuttir. 3 0 Emma Hansdóttir, 21 minuttir. 4 0 Olga Kristina Hansen, 35 minuttir. 4 1 Lea Lisberg, 77 minuttir. NSÍ HB, 2 0 1 0 sjálvmál, 6 minuttir. 2 0 Laila Pætursdóttir, 64 minuttir. KÍ ÍVB, 3 2 1 0 Evy á Lakjuni, 10 minuttir. 1 1 Jacoba Langgaard, 14 minuttir. br. 2 1 Gudný Johannesen, 22 minuttir. 2 2 Kristbjørg Isaksen, 43 minuttir. 3 2 Rannvá B. Andreasen, 90 minuttir. Ein av føroya sterkastu svimjarum seinastu árini, Signhild Joensen, hevur svomið sína seinastu kapping her heima í eina tíð. Signhild Joensen úr Ægi, sum vann fleiri kappingar í FM í langgeil um vikuskifti, fer til Danmarkar í lestrarørindum í næstum, og har skal hon svimja við KVIK í Kastrup. Eg haldi, at eitt nýtt umhvørvi og ein nýggjur venjingarháttur fer at hjálpa mær rætta vegin, sigur Signhild Joensen. Róland Toftum og Signhild Joensen ársins svimjarar Hóast einki føroyskt met varð sett í kappingini í Pálshøll, og koronafarsóttin hevur órógvað bæði venjingar og kappingarætlanir í vár, vóru fleiri svimjarir sum bøttu um sínar bestu tíðir. Ein av teimum var Róland Toftum, sum við sínum 22 árum nú telist millum eldru føroysku svimjararnar, eftir at Óli Mortensen og Alvi Hjelm báðir góvust í fjør. Venjingarstøðan er góð. Vit hava havt venjingarætlan at fylgja ígjøgnum hesa tíðina heima, og so skjótt vit sluppu aftur í hylin, vandu vit nógv fyri at verða væl fyri til hesa kappingina, sigur Róland Toftum úr Susvim. Kjartan Johansen og Helgi Hoydal spæla til dagligt við norska felagnum, Viking Stavanger, sum flutti upp farna kappingarár, og nú skal royna seg móti krútsterkari mótstøðu í bestu norsku deildini. Teir báðir føroyingarnir í Norra fáa enn ein føroyskan liðfelaga næsta kappingarár. Jónas Djurhuus, sum hevur umboða FIF í næstbestu donsku deildini, hevur skriva sáttmála við Viking Stavanger, har hann spældi eitt skifti í 2019. Har var eg ógvuliga glaður fyri at vera. Har ráddi ein góður venjingarhugburður, og eg haldi, at hetta er eitt gott stig á leiðini, sigur Jónas Djurhuus. Oslo kommuna hevur í dag stongt fýra mat og skeinkistøð, sum myndugleikarnir ikki halda, hava gjørt nóg nógv fyri at tálma koronu smittuvandan. Harvið hevur kommunan nú stongt tilsamans sjey mat og skeinkistøð. Tað fyrsta varð stongt 15. mai, tvey afturat vórðu stongd 30. juni, og í dag eru fýra mat og skeinkistøð afturat stongd. Tá koronusjúkan av fyrstan tíð fór at ganga, vórðu øll mat og skeinkistøð í Oslo stongd, men 1. juni fingu tey loyvi at lata upp aftur við avmarkaðum virksemi. Tórshavnar kommuna fer ikki at veita loyvi til teir sølu og spælibásarnir, sum á ólavsøku vanliga standa tætt og savna fólk í Tinghúsgarðinum, Tórsgøtu, Vágsbotni og aðrastaðni í miðbýnum. Verandi mat og skeinkistøð í býnum fáa tó møguleikan at víðka teirra virksemi út á torg og vegir, ið liggja uppat, har tey halda til, og har tað ber til, soleiðis at lættari verður hjá gestum at halda frástøðu. Hasfjord verður nakað longri á beding enn ætlað, boðar Strandferðslan frá í dag. Orsøkin er, at avgerð er tikin um at sandblása og mála botnin á Hasfjord, nú strandferðsluskipið er á beding. Hasfjord verður tískil aftur í sigling 20. juli, væntar Strandferðslan, sum upplýsir, at við hesum kann olja sparast, og sleppast kann undan at taka skipið upp aftur á beding seinni í ár. Ætlanin var annars, at Hasfjord skuldi byrja í sigling aftur fyrst í næstu viku, tá skaðin var umvældur. Tað var mikudagin 24. juni, at Hasfjord bar við botn í innsiglingini í Skopun og mátti takast úr sigling. Jensina Olsen er fødd 7 7 70, og sostatt er hon vorðin 50 ár. Serliga børnini hava fingið gleði av hennara skapandi evnum, men hennara framleiðsla er so nógv meira fjølbroytt enn tað. Á sjálvum føðingardegnum vitjaði hon Nón. Hann sær tað vakra í deyðanum og hevur gjørt um seg í alskyns listagreinum. Nú gevur hann sína fyrstu bók út. Vit hitta Heiðrik á Heygum og tosa um bókina Deyðin og moyggin , sum júst er útkomin. Eg havi eisini eina loyniliga loynihurð. Í mínum sendingum gevur loynihurðin dynamikk. Mín egna loynihurð er tann friðurin, sum eg søki. Hon er kend sum ein sera orkurík og útvend persónsmenska, sum er óvanliga skapandi og litrík. Nú hon fyllir 50, setir hon trý orð á dagin Fimti, fegin og takksom. Eg havi upplivað at mist vinfólk á ungum árum, og hesi menniskjuni, sum fara frá okkum og ikki sleppa at uppliva lívið, eru sterk í huganum hjá mær nú. Tey hava litað mítt lív og givið mínum lívi eitt innihald, sum ikki hevði verið har, um tey ikki høvdu livað. So um eg ikki var takksom, nú eg fylli 50, so var eg reyvforkelað. Hoyr alla samrøðuna við Jensinu, har vit millum annað tosa um orku, kreativitet, at framleiða til børn, um at brenna fyri onkrum og eisini um at brenna út. Føroysk svimjing hevur stórar avbjóðingar í løtuni. Koronafarsóttin hevur órógvað illa, og tí er ikki greitt, hvussu skráin sær út í heyst. Kappingar uttanlands avlýstar Fáar um nakrar svimjikappingar uttanlands vera, sum ætlað, sigur Rókur í Jákupsstovu, formaður í Svimjisambandi Føroya. Stórur partur av fíggjarætlanini hjá svimjisambandinum verður nýttur til júst kappingar uttanlands, og tí verður peningur tøkur til annað virksemið. Men júst hvat tað virksemið verður, er ógreitt í løtuni. Svimjiundirvísing til skúlabørn Formaðurin í svimjisambandinum vísir tó á, at nógvir skúlanæmingar, sum vórðu sendir til hús í mars, ikki hava fingið nøktandi svimjiundirvísing í fleiri mánaðir. Í svimjiítróttini hava vit eina heilt aðra uppgávu eisini, og tað er at læra fólk at svimja, so vit sleppa undan druknivanlukkum, sigur Rókur í Jákupsstovu. Vit hava ein árgang, sum er sendur heim, og tí ikki lærur at svimja. Vit mugu hava tey aftur í hylin, og vit mugu læra tey at svimja. Tey kunnu ikki hava hetta holið í sínum førleikum, sigur formaðurin við 3 2. Tað er eitt av málunum, sum Rókur í Jákupsstovu fer at taka fram saman við føroysku svimjifeløgunum um vikuskifti. Tað vóru teir tríggir, Fríðolvur Eysturberg, Kári Norðberg og Jóan Pauli Næs, ið trýstu á knøttin, ið gjørdi, at seinasta skotið varð latið av. Nummar fýra og fimm í landskappingini bresta saman í fjórðingsfinalunum í steypakappingini hjá kvinnum. Tað er greitt eftir lutakastið í 3 2 í kvøld. HB fekk heimavøll móti ÍVB. EBS Skála tekur ímóti NSÍ, og 1. deildarfelagið, 07 Vestur, fær vitjan av B36. Føroyameistarin, KÍ, skal á vitjan hjá vinnaranum av dystinum í 1. umfari, sum verður spælt 19 juli. Í tí dystinum tekur AB B71 ímóti TB FC Suðuroy Royn, so tað var eitt trupult lutakast fyri 1. deildarfeløgini. Steypakappingin, kvinnur 1. umfar 19. juli AB B71 TB FC Suðuroy Royn Fjórðingsfinalur 28 oktober 07 Vestur B36 EBS Skála NSÍ HB ÍVB Vinnarin av AB B71 TB FC Suðuroy Royn KÍ Seinasta sendingin í røðini um myndlist í Føroyum snýr seg einamest um skulpturar. Tita Vinther, ið er ættað úr Finnlandi, hevur sett seg væl inn í ta ríku føroysku ullmentanina. Í 1985 vav hon sín stóra skulptur taraskógur, ið er settur saman av 8 lutum. Tann holla handverksliga vitanin gevur verkum hennara eina virðismikla heild, har tilfarið kemur til sín rætt. Tita nýtir føroyskt tógv og litar tað við plantulitum. Hans Pauli Olsen og Andrias Andreassen, báðir úr Havn, eru tveir av okkara fáu myndahøggarum. Hans Pauli Olsen er útbúgvin á tekniskúla á Glyptotekinum og síðani á kunstakademiinum í Keypmannahavn, har ein av lærarum hansara var gitni danski professarin Bjørn Nørgaard. Hans Pauli Olsen arbeiðir fyrst av øllum við leiri. Hann hevur roynt eitt nú bæði konseptlist og non figurativan form. Hann vendir tó altíð aftur til tað figurativa. Hans Pauli Olsen hevur valt at búseta seg í Keypmannahavn, har hann arbeiðir sum listamaður burturav. Hann hevur fingið fleiri stórar bíleggingar bæði í Føroyum og Danmark. Andrias Andreassen er útbúgvin á kunstakademiinum í rhus. Hansara andlitsmyndir og bringumyndir bera dám av einum klassiskum uppruna. Nøkur av hansara kendastu verkum standa í Havn. Hetta er seinasta sending í hesi røðini um myndlist í Føroyum. Markið er sett við 1957, og myndahøggarnir Hans Pauli Olsen og Andrias Andreassen, ið vórðu føddir hetta árið, eru altso teir yngstu listamenninir, sum eru við í sjónvarps sendirøðini. Sjálvsagt eru nógv nýggj og nýskapandi listafólk komin í eitt nú sjeyti , áttati og nítiárunum, men skuldu øll hesi fingið eina viðgerð, so var talan um eina sendirøð afturat. Lagt til rættis Bárður Jákupsson. Fíggjarnevndin hevur fund um fíggjarnevndarskjølini fyrrapartin í morgin. Landsstýrismenninir í fíggjarmálum og heilsumálum hava fingið fundarboð. Tær seks milliónirnar skulu brúkast til at kanna ferðafólk, sum koma til Føroya eftir 10. juli. Ætlanin var, at fólk skuldu sjálvi gjalda fyri hesar kanningarnar, men landið hevur ikki heimild til at krevja tað. Higartil eru játtaðar fýra milliónir til tær kanningar, sum hava verið síðani 27. juni. Børn yngri enn 12 ár sleppa undan at lata seg kanna. Hóast flestu deildir í Sjúkrahúsverkinum nú í stóran mun eru farnar aftur í vanliga tilbúgvingarstøðu, verður mett at vera neyðugt at hava eina deild tøka til at hýsa møguligum koronusjúklingum, stendur í fíggjarnevndarskjalinum. Í fíggjarnevndarskjalinum stendur eisini, at við at fáa eina koronudeild burturav, kemur vanliga virksemið í Landssjúkrahúsinum nærum í rættlag aftur. Koronusjúklingar eiga at verða avbyrgdir. Hildið verður, at sera sannlíkt er, at koronusmittan kemur aftur í heyst, tá influensan kemur, stendur í fíggjarnevndarskjalinum. Skal koronudeildin halda fram næsta ár, kostar hon 900.000 krónur um mánaðin. Koronudeildin skal vera í lonum uttan fyri Landssjúkrahúsið. Sjúkrahúsverkið hevur fingið eitt tilboð frá Landsverki um, at lonir kunnu setast niðan fyri Landssjúkrahúsið fyri 1,7 milliónir krónur. Koronudeildin kann byrja 1. september. Serfrøðingarnir leggja dent á, at deildin verður so tætt sum møguligt við intensivu deild, so koronusjúklingar sum skjótast kunnu flytast hagar, gerst tað neyðugt. Í fyrstu atløgu vera fimm sengur í COVID 19 deildini á Landssjúkrahúsinum, men verður brúk fyri tí, kunnu fimm songjarpláss gerast afturat. Í gjár fingu 60.209 fólk í USA staðfest koronuvirus. Hetta er størsta smittutalið í eitt samdøgur síðani fyrsti tilburðurin varð staðfestur. Tilsamans hava umleið tríggjar milliónir fólk í landinum verið smittað við COVID 19. Tað vísa tøl hjá Johns Hopkins University, ið greinar og skrásetir koronutøl úr øllum heiminum. Teir flestu nýggju COVID 19 tilburðirnir í USA eru í statinum Kalifornia, men eisini í Texas og Florida hava nógv fólk fingið staðfest smittuna. Framrokningar hjá Johns Hopkins University vísa, at í september vera 200.000 fólk í USA deyð av COVID19, um bilbugt ikki fæst við smittuni. Landskassin rindar fram til 31. august, og 20 milliónir krónur eru játtaðar til tess. Skipanin fyri fólkapensjónistar er hinvegin hildin uppat. Lønarískoytisskipanin kom í gildi 12. mars. Og tann 4. apríl vóru 4.320 fólk í skipanini. Síðani tá er talið minkað støðugt. Og tað er 874 í dag. Ríkisløgreglan heldur, at fólk í Danmark hava sum heild víst virðing fyri leiðreglunum um fjarstøðu og reinføri, men í ávísum førum hevur kortini verið neyðugt at leggja uppí og vegleiða. Mette Frederiksen, forsætisráðharri, hevur boðað frá, at gongst sum ætlað kunnu 200 fólk savnast tann 8. august. Í Føroyum kunnu ikki fleiri enn 100 fólk savnast. Biofeedback er ein øðrvísi viðgerðarháttur, ið nýtir eitt elektromagnetiskt tól, sum sendir natúrligar frekvensir, ið kunnu samskifta við kyknur í kroppinum. Tólið kann máta likamligar veikleikar, ella um nakað er í ójavnvág í kroppinum. Við einari afturboðanarskipan, boðar tólið frá, hvar ójavnvágin í kroppinum er. Við vandaleysum frekvensum kann tólið fara inn og rætta uppá hesar skeivleikar. til dømis hevur tólið sera góða ávirkan í samband við roykisteðg, svøvnólag, viðgerð fyri ójavnvág í nervaleiðum og vøddum, íttróttarskaðar og so framvegis Í Føroyum hava nógv fingið sær viðgerð av hesum slag fyri at leggja av at roykja. Hans Ole Wandt sigur, at við einans einari viðgerð veitir hann 80 trygd fyri, at viðgerðin eydnast, og at mann gevst at roykja. When the new tunnel will be taken into use next February, the total project length will be one year shorter than originally planned. In addition to the 2,524 metre long tunnel, the project includes the construction of 2.3 kilometres of road in the Niðastabotnur area in Hvalba, along with 900 metres in the Gjánhamar area of Trongisvágur. Í samband við bókina Føroysk mineral og grótsløg , sóknast Jarðfeingi eftir nærmyndum av tinnum, krystallum og áhugaverdum gróti. Tey heita á almenningin um at senda teimum myndir. Áhugaverdasta myndin fær virðisløn upp á 5.000 krónur Við at senda inn myndir góðtekur myndatakari fylgjandi at Jarðfeingi velur út innsendar myndir og leggur tær á heimasíðu facebook instagram ella í øðrum sambandi at navn hjá myndatakara verður upplýst saman við myndini at Jarðfeingi velur út innsendar myndir til nýggju bókina Mineral og grótsløg í Føroyum. Jarðfeingi samskiftir nærri við myndatakara um hetta. 1 Tak eina mynd av minerali ella gróti Tak nærmynd av tí, sum tú vilt vísa. Minst til at loyva staðseting á snildfonini ella fototólinum, áðrenn myndin verður tikin. 3 Myndin verður løgd á Facebook og Instagramvangan hjá Jarðfeingi Myndin verður løgd út á Facebook og Instagramvangan hjá Jarðfeingi, og umframt navn á myndatakara viðmerkja tey, hvat mineral og grótslag sæst á myndini. Høgni við Tutlá hevur eitt ótrúligt loyndarmál. hann kann broytast til eitt dýr. Øll sløg av dýrum, í veruleikanum eina loppu, eina dúgvu, ein nashyrning . Trupulleikin hjá Høgna er, at hetta, at hann broytist til eitt dýr, er als ikki nakað, sum kemur væl við. Hvørja ferð, hann er stúrin, hendir tað, og tað hendir alla staðni. Høgni hevur tríggjar góðar vinir, sum mugu hjálpa honum at klára hesa svakligu nýggju megina og tað skal vera skjótt. Sam Copeland skrivaði og Tórarinn á Rípuni týddi. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2019. Hjálmar Dam lesur. Høgni við Tutlá hevur eitt ótrúligt loyndarmál. hann kann broytast til eitt dýr. Øll sløg av dýrum, í veruleikanum eina loppu, eina dúgvu, ein nashyrning . Trupulleikin hjá Høgna er, at hetta, at hann broytist til eitt dýr, er als ikki nakað, sum kemur væl við. Hvørja ferð, hann er stúrin, hendir tað, og tað hendir alla staðni. Høgni hevur tríggjar góðar vinir, sum mugu hjálpa honum at klára hesa svakligu nýggju megina og tað skal vera skjótt. Sam Copeland skrivaði og Tórarinn á Rípuni týddi. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2019. Hjálmar Dam lesur. Høgni við Tutlá hevur eitt ótrúligt loyndarmál. hann kann broytast til eitt dýr. Øll sløg av dýrum, í veruleikanum eina loppu, eina dúgvu, ein nashyrning . Trupulleikin hjá Høgna er, at hetta, at hann broytist til eitt dýr, er als ikki nakað, sum kemur væl við. Hvørja ferð, hann er stúrin, hendir tað, og tað hendir alla staðni. Høgni hevur tríggjar góðar vinir, sum mugu hjálpa honum at klára hesa svakligu nýggju megina og tað skal vera skjótt. Sam Copeland skrivaði og Tórarinn á Rípuni týddi. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2019. Hjálmar Dam lesur. Tað hevur vakt ans, at Mike Pence, varaforseti í USA, í fjør heyst legði trýst á íslendskar myndugleikar um ikki at loyva Huawei framat við nýggjari tøkni í Íslandi. Kenn eth Fredrik sen, sum er ein av stjórunum hjá Huawei í Norðurlondum, sigur við Morgunblaðið, at einki er at stúra fyri hjá Huawei. Hann sigur, at íslendingar eru nøgdir við tað, sum Huawei hevur gjørt í Íslandi. Íslendska stjórnin, millum annað forsætisráðharrin, ger púra greitt, at Ísland ger sína egnu niðurstøðu tí viðvíkjandi. NOVA og Vodafona í Íslandi brúka Huawei. Fólk hjá Huawei vóru í Íslandi í síðstu viku og tosaðu við viðskiftafólk um millum annað 5G. Hjá Bygdaleiðum er munurin størri enn hjá Oyggjaleiðum. Har eru 71,3 prosent færri ferðafók í mai í ár enn í mai í fjør. Tey vóru 45.345 í mai í fjør og bara 13.016 í ár. Búnaðarstovan søkir eftir fólki til ullarmóttøkuna í summar. Starvsfólkini skulu taka sær av dagligu uppgávunum í sambandi við móttøkuna. Tað vil siga at taka ímóti, skilja og pakka ullina. Hetta eru tímalønt og tíðaravmarkað størv frá miðskeiðis í juli og til síðst í august ella nakað inn í september mánað. Løn sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. Hetta er fjórðu ferð, at Búnaðarstovan tekur í móti ull, í fjør tók hon ímóti 25 tonsum. Evstamark at søkja starv er í morgin, 9. juli. Stóri dysturin hetta umfarið er í Klaksvík klokkan 19, har KÍ tekur móti HB. Tann dysturin verður útvarpaður beinleiðis í Kringvarpinum. Hav Atlantic er keypt fyri 24 milliónir norskar krónur, sum eru góðar 16,7 føroyskar, og Hav Saga er keypt fyri 18 milliónir norskar krónur, sum eru 12,55 milliónir krónur føroyskar. Hav Atlantic er bygt í 1996 og 85 metrar langt. Hav Saga er bygt í 1990 og 70 metrar langt. Hav Saga er á veg úr Noregi til Fuglafjarðar. Hav Atlantic er eisini, sambært heimasíðuni á veg úr Noregi. Hav Atlantic hevur kós móti Norðskála. Skipini eru skrásett í føroysku altjóða skipaskrásetingini. Í dag byrjar stóra føroyska súkklukappingin, Volvo kring Føroyar. Teir umleið 20 súkklararnir skulu í dag leggja teir 105 kilometrarnar frá Gásadali til Klaksvíkar afturum seg. Gunnar Dahl Olsen segði í ítróttarsendingini, 3 2, í gjár, at Dávur Magnussen er favorittur at vinna kappingina. Eg veit, at hann ikki hevur vant so nógv, sum hann gjørdi upp til oyggjaleikirnar á Gibraltar í fjør, men hann er øgiliga væl fyri, segði royndi súkklarin. Vit hava koyrt saman í ár, og hann klárar seg ótrúliga væl, tað ger hann, segði Gunnar Dahl Olsen, sum eisini verður við í kappingini. Jákup Petur kann kappast um sigurin Jákup Petur Eliassen, sum saman við Dáva Magnussen og øðrum umboðaði Føroyar á oyggjaleikunum á Gibraltar síðsta summar, kann eisini bíta frá sær, heldur Gunnar Dahl Olsen. Hann hevur ment seg øgiliga nógv seinastu árini. Hann var eisini við á Gibraltar, og hevur vant øgiliga nógv, bæði triathlon og eisini súkkling, segði 55 ára gamli Gunnar Dahl Olsen. Tað sigur Steinar Eirikstoft, forstjóri í Sjúkrahúsverki Føroya, nú Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur biðið um 5,3 milliónir krónur í eykajáttan til at gera eina fyribils koronudeild uttan fyri Landssjúkrahúsið. Forsetavalevnið hjá Demokratunum, Joe Biden, sigur, at eitt tað fyrsta, hann fer at gera sum forseti, er, at broyta avgerðingar hjá Donald Trump, forseta, um at fara úr heimsheilsustovninum, WHO. Amerikanarar eru tryggari, tá USA er við til at styrkja alheims heilsustøðuna. Fyrsta dagin, sum forseti, fara eg í WHO aftur og endurreisi leiðsluna hjá okkum í heiminum, sigur Biden á Twitter. Amerikanska stjórnin boðaði í gjár ST formliga frá, at landið fer úr WHO í juli næsta ár. Uppsagnartíðin er eitt ár, og tað merkir, at WHO missir størstu stuðulsveitandi tjóðina. Til 1. juli 2021 skal USA tó halda sínar fíggjarligu skyldur, skrivar ST. Trump boðaði í mai frá, at hann fór at taka USA úr Heimsheilsustovninum, og legði samstundis WHO undir ikki at hava hildið sínar skyldur undir koronufarsóttini. Koronufarsóttin hevur fingið Tjóðpallin at royna nýggjar leiðir, nú samfelagsstøðan er sum hon er. Koronulogar 2020 er ein tvørlistarlig verkætlan, sum er tøk hjá øllum á alnetinum. Vit frætta um tiltakið hjá Jenny Petersen, stjóra á Tjóðpallinum. Hann skuldi upprunaliga hava eina framsýning í Keypmannahavn, eins og hann skuldi vera við á einum tiltaki í USA, men so bleiv hann sóttarfastur í Føroyum. Vit tosa við Bárð Dal Christiansen, sum hevur skipað tvær framsýningar í Føroyum, nú hinar uttanlands ikki blivu til nakað. Hoyrið sendingina her Í atsókn í gjár í hollendsku bygdini Wouwsse Plantage nærindis belgiska markinum, fann løgreglan sjey bingjur, sum vórðu innrættaðar sum fongsulsklivar, og tær eru ljóðdoyvdar. Í fongsulsklivunum fann løgreglan millum annað ein tannlæknastól, hondjørn og amboð, millum annað saksar til at skera runnar og trø við og skalpellar, sum læknar nýta til skurðviðgerð. Tað sigur Karl Johansen, sýslumaður í Norðoyggjum og Eysturoynni, nú Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, í gjár boðaði frá, at grind aftur skal haldast til. Landsstýrið biður um góðar 11,3 milliónir krónur til koronukanningar og koronudeild á Landssjúkrahúsinum. Landsstýrismenninir í fíggjarmálum og heilsumálum hava fingið fundarboð í dag. Formaðurin í Farsóttarnevndini, Michael Boolsen, fúti og umboð fyri Landsverk og Landssjúkrahúsið koma eisini á fundin hjá Fíggjarnevndini. Landsstýrið biður um seks milliónir krónur til koronukanningar og góðar 5,3 milliónir krónur til eina koronudeild á Landssjúkrahúsinum. Tær seks milliónirnar skulu brúkast til at kanna ferðafólk, sum koma til Føroya eftir 10. juli. Seks milliónir eru til kanningar í tríggjar vikur. Og í Danmark vita tey eisini, at tað eru nógv, ið ikki eru vorðin frísk aftur, sigur Stine Johnson, yvirlækni á Bispebjerg Hospital, við TV2. Í Føroyum er Pál Weihe, professari í fólkaheilsu, sjálvur við í verkætlan, sum kannar øll tey í Føroyum, sum eru staðfest smittað av koronusmittuni. Hann sigur, at tað er ov tíðliga at staðfesta, um fólk í Føroyum hava fingið varandi eftirfylgjur. Seinni í summar ber til at siga meira, um fólk í Føroyum hava fingið varandi eftirfylgjur. Tað boðar Heilsuliga Starvsstovan frá. Í desember 2019 vóru fimm alifirðir bodnir alment út til taraaling. Níggju umsóknir komu inn, har ein var til Funningsfjørð. Við loyvinum fær Ocean Rainforest loyvi til at ala tara á sjónum uttan fyri Elduvík. Ocean Rainforest hevur umleið 50.000 metrar av taralínum standandi í sjónum í Funningsfirði. Nýggja skipið skal koma ístaðin fyri núverandi Christian í Grótinum. Eftir ætlan verður skipið liðugt og handað felagnum 27. januar í 2022. Skipið verður slakar 90 metrar langt og 17 metrar breitt. Skipið hevur 16 RSW tangar, sum tilsamans fara at rúma 3.550 rúmmetrar, og skipið fer at lasta góð 3.000 tons av niðurkøldum fiski. Katarina von Bora var í kleystri. Men so kom reformatorurin Martin Luther og luthersk evangeliska kirkjan varð ein veruleiki. Hann lat kleystrini upp og varð giftur við Katarinu. Tey fingu nógv ár og nógv børn saman og sagt verður, at hon var ein mensk dugandi kvinna. Ongin vil doyggja og ongin vil verða gamal. Vit dyrka og virðismeta tað at vera ungur og gera, hvat vt kunnu fyri at vera ung og tekkilig. 53 grundstykki eru nú tøk á Strondum. 11 stykki eru á Fríðufløtum og 42 stykki eru við Hálsatjørn. Nærum øll grundstykkini eru longu seld. Kreton og Voyt hava gjørt útstykkingarnar. Munin gjørdi verkætlanina, og HMP Consult hevði eftirlit við arbeiðinum. Útstykkingarnar kosta millum 16 og 17 milliónir krónur. Kommunustýrið í Sjóvar kommunu hevur samtykt, at stykkini við Hálsatjørn kosta 300 krónur fermeturin, og á Fríðufløtum kosta stykkini 250 krónur fermeturin. Rosemarie Clausen sigur frá sínum lívi. Hon var dóttir einum týskum generali og Adolf Hitler var gubbi hennara. Hon hevur verið noydd at lúgva um sín uppruna og sína søgu. Tá fólk vóru var við hennara søgu, varð hon spottað og speirikin. Onkur hevur sagt, at sjálvspei og skemt hevur verið við til at bjarga jødum, tá atsónir og forfylging hevur verið framt móti teimum. Margit Frisdahl sigur frá, hvussu tað var at missa bæði bróstini vegna bróstkrabba og hvussu mann fótar sær aftur aftaná drúgva sjúkralegu. Páll Poulsen sigur frá, hvussu tað var tá unga kona hansara Katie varð sjúk av krabbameini og doyði. Tey høvdu eina sterka trúgv og líta á, at uppreisnin bíðar handa grøv og deyða. Tí syrgja tey ikki, sum tey sum onga vón hava. Martin Bergsøe er vaksin upp í heimi, har foreldrini gjørdu sítt ítarsta fyri, at børnini høvdu tað trygt og gott. Heimið var ateistiskt. Hann fekk góða útbúgving og undirvísti á Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn. Men ein dagin so hoyrdi hann Guð rópa á seg. Hetta broytti alt hansara lív. Fleiri kommunur í landinum hava í seinastuni heitt á fólk í teimum ymisku kommununum um at taka skøru upp, so henni kann komast til lívs. Tórshavnar kommuna heitti í juni á fólk í høvuðsstaðnum um at hjálpa til, í gjár sendi Nes kommuna út eina áheitan og nú biður Klaksvíkar kommuna eisini fólk um at hjálpa. Kommunan í Klaksvík er nú eisini farin í hernað ímóti skøruni, og kommunan heitir nú á fólk um at smoyggja upp um ermar, so skøran kann burturbeinast einaferð fyri allar. Skøran skal takast upp við rót, og um hetta ikki ber til, skal hon skerast av niðri við rótina, koyrast í ein posa og burturbeinast, sigur kommunan í áheitanini. Í árinum 1098 var Hildegaard frá Bingen fødd. Hon var tíggjunda barnið úr ríkari familju í Týsklandi. Hon livdi í eini tíð, har nógvar broytingar vóru í samfelagnum, sum ávirkaði alt og øll. Hildegaard var ein sera merkisverd kvinna við eini rúgvu av gávum. Í Melbourne í Avstralia er útgongubann sett í gildi í dag. Fleiri smittutilburðir eru staðfestir seinastu dagarnar. Týsdagin vóru 134 tilburðir staðfestir. Nú er býurin avbyrgdur, og fólk kunnu bara fara út, um tey hava neyðug ella átroðkandi ørindi. Fólk kunnu fara til arbeiðis, keypa inn og renna sær ein túr, men annars vera heima. Melbourne er í Victoria landspartinum. Og tað ørkymlar myndugleikarnar, at nógv fólk rýmdu úr Victoria landspartinum til New South Wales í gjár. Tað kann hava við sær, at smittan breiðir seg aftur í øllum landinum, og tá verður trupult at hava tamarhald á smittubreiðsluni, halda farsóttarserfrøðingar, sambært ABC. Regin Høgnesen er føddur og barnvaksin í Lorvík. Ungdómsárini vóru ikki lætt og full av ivamálum og tvístøðum. Hann varð tengdur at rúsdrekka. Men ein dagin so broyttist alt. Favoritturin, Dávur Magnussen, livdi upp til heitið, tá hann vann fyrsta teinin av Volvo Kring Føroyar í gjár. Súkklararnir fylgdust stóran part av teimum gott 100 kilometrunum úr Gásadali til Klaksvíkar, men til endans stóð kappingin millum teir tríggjar, Dáva Magnussen, Helga Winther Olsen og Jákup Petur Eliassen. Landsliðsfelagarnir fylgdust niður í norðoyartunnilin, men í mótbrekkuni fór Dávur Magnussen frá hinum báðum, og vann slakar tveir minuttir frammanfyri Helga Winther Olsen. Teinur 1 Gásadalur Klaksvík opin bólkur Dávur Magnussen 3.06.07 Helgi Winther Olsen 3.07.52 Jákup Petur Eliassen 3.09.29 Hilmar Hansen 3.14.41 Andrass Joensen 3.15.50 Gunnar Dahl Olsen 3.21.36 Peter Jensen 3.29.59 Tórarinn Didriksen 3.39.33 Bogi Gregersen 3.39.37 Casper Rosen 4.03.07 Í Noregi eru 4.000 útlendingar higartil forðaðir við landamarkið, síðan innferðarbann var sett í gildi í mars fyri at steðga koronusmittuni at breiða seg. Tað vísir ein samanteljing hjá norsku løgregluni. Afturat teimum eru 26 fólk burturvíst eftir, at tey vóru komin til Noregs og høvdu verið har nakrar dagar. Meginparturin av fólkunum, sum eru forðað ella burturvíst, eru úr Eysturevropa og Svøríki, skrivar norska blaðið Verdens Gang á netinum. Í november 1995 fór stór fólkakanning í verk í Føroyum. Allar kvinnur millum 25 og 60 ára aldur skulu kannast fyri lívmóðurhálskrabba. Patologurin Bjarni Bæk er í útvarpsstovuni og sigur frá. Tað eru liðin 25 ár síðani Javni varð sett á stovn. Hetta var í 1973 og longu árið eftir komu fyrstu vaksnu børnini aftur til Føroyar. Nikolina Mikkelsen sigur frá teirra uppvøkstri. Tey vóru ellivu systkin og tann eina gentan, Rósa, hevði Down syndrom. Nikolina sigur frá, hvussu lívið hjá Rósu varð alt frá føðing av og í árunum, sum komu. Tað kemur ofta fyri, at gomul orð fáa nýggja merkingar ella eina merking afturat. Tað ger seg galdandi, tá tað kemur til orðið, meyla. Meyla verður so nógv brúkt um at senda teldupostar, at eg vænti ikki, at tað ber til at broyta hetta, sigur Elin Henriksen, málkøn, og leggur afturat, at tað er púra vanligt, at sama orð hevur fleiri merkingar. Tað hevði verið gott at kunna ð skrivað ella Tað hevði verið gott at kunna skrivað . Setningarnir ljóða akkurát líka, men har er eitt ð í endanum á orðinum, kunna, á muni. Elin Henriksen greiðir frá muninum. Siga vit foreldrini fóru út við teirra børnum, er talan um børnini hjá øðrum enn nevndu foreldrum, meðan siga vit foreldrini fóru út við sínum børnum , er talan um børnini hjá nevndu foreldrum. Birita Olsen var í nógv ár bundin av heiligvági. Í dag er hon leys av hesum. Hon býr og starvast í Svøríki við at hjálpa fólki, sum eru bundin av rúsdrekka og heilivágsmisnýtslu. Sunnva Kass var ung genta á veg heim í sínum bili, tá smádrongur rennur út fyri bilin og doyr. Henda ræðuliga hending legði alt í oyði. Sunnva var ósek og vildi fegin tosa við foreldrini og fáa eitt slag av fyrigeving, men tað sýttu tey. Prædikarin sigur, at alt hevur sína tíð. Og tá lívið her á foldum er av, so vænti tey sum trúgva, at teir ævigu bústaðir eru veruleiki. Steen Skovsgaard, prestur, sigur frá islam og kristindómi. Hann starvast sum prestur í Gellerup økinum í Árhus, har sera nógvir tilflytariri búgva. Føroya Lærarafelag vísir á, at sálarliga arbeiðsumhvørvið hjá lærarum ikki er nóg væl skipað, í mun til tey krøvini ið verða løgd aftrat ár eftir ár. Fleiri og fleiri lærarar hokna undir tyngjandi sálarligum arbeiðsumstøðum og verða sjúkrameldaðir. Ein leið fram er at hava greiðar mannagongdir soleiðis, at mann kann veita røttu hjálpina at koma fyri seg aftur. Tíverri hava vit ikki tær mannagongdirnar í dag, men tað er nakað vit arbeiða við, sigur Jacob Eli. Annars vísir Jacob Eli eisini á, at arbeiðsgevarin hevur ábyrgdina av arbeiðsumhvørvinum. Tann almenni arbeiðsgevarin er ikki nóg góður at lyfta ta ábyrgdina í løtuni, men við samstarvi við fakfeløgini, so kunnu vit koma langt. Lærarayrkið hevur ment seg nógv gjøgnum árini. Tað hevur við sær at støðið á undirvísingini hevur tikið seg nógv fram men tað hevur eisini við sær, at fleiri og størri krøv verða áløgd lærarum hvørt ár, sum ger, at tú fært strongd og brennir út. Einaferð segði Johannes Møllehave hetta. Tá krøv verða løgd aftrat allatíðina, so brennir mann út. Hevur lærarin ikki yvirskot, so er hann ikki nakað verdur. Vit nýtast ikki at koma so langt út, um vit eru eitt sindur klókari eitt sindur fyrr, heldur Jacob Eli. Fyrr vóru ongar kanningar og mann hevði onki val, mann tók til takkar við tí, sum kom. Í dag ber til við ultraljóð, fosturvatnsroyndum og móðurkøkubiopsi at staðfesta um fostrið ber brek. Gestir í útvarpsstovuni eru Anna og Richard Schwartson. Tey siga frá teirra fyrstafødda soni, sum brádliga varð sjúkur. Meiling Wung Sung sigur frá síni søgu í Kina. Um múgvandi langabban, sum átti eina silkiverksmiðju hetta var í 1902. eini sonurin fór saman við beiggjanum til Onglands at nema sær útbúgving. Hann hitti mammu Meiling á ferð í Keypmannahavn og tað rann saman teirra millum. Hann kundi nú ikki koma aftur til Kina, tí hann hevði vanærað familjuna, tí hann varð giftur við europeiskari kvinnu. Tá onkur verður sjúkur gloyma vit ofta makan. Tað hendir at fríski makin eisini verður sjúkur . Tann fríski makin má nú bera bæði og ein nívandi einsemiskensla kemur sníkjandi. Ónavngivin kvinna sigur frá, hvussu torført alt varð, tá maðurin í 1994 fekk krabbamein. Heri Simonsen er skemtari og humor er stutti vegurin millum menniskju. Men veruleikin er við hvørt at tú grætur í einsemi og flennur saman við øðrum. Heri hevur starvast sum postboð til ein ferðsluvanlukka steðgaði honum. Nú ber til at síggja allar avreiðingar á heimasíðuni hjá Hagstovuni. Nú verða allar avreiðingar tiknar við, sama, hvat fiskaslagið er, og, hvussu tað verður viðgjørt umborð. Sølan er eisini minni í ár. Selt er fyri 70,8 milliónir krónur minni í ár. Góð 50.000 tons minni av uppsjóvarfiski eru avreidd í ár. Men prísirnir eru betri í ár, slakar 30 milliónir krónur størri enn í fjør. Afturgongdin er góð 12 prosentstig í framleiðsluni av vindorku, og tað er lutvíst orsakað av breki á trimum myllum hetta tíðarskeiðið. Vatnorkuframleiðslan vaks við 13,8 prosentum úr góðum 46 GWt í fjør í 52 GWt fyrra hálvár í ár. Í juni regnaði í miðal 71,3 mm samanborið við 67,7 mm í juni í fjør. Sólorkuframleiðslan var 0,04 prosent av samlaðu framleiðsluni og hon sær ikki út av nógvum í stóru myndini, men framleiðslan roynist framvegis væl, skrivar SEV. Í juni framleiddi sólorkulundin í Sumba streym til tað, sum svarar til miðalframleiðsluna hjá 77 húskjum. Besta dagin í juni rakk framleiðslan upp á 1,97 MWt. KÍ HB, 1 1 5 6 eftir brotssparkskapping 0 1 Ási Dam, 12 minuttir. 1 1 Patrik Johannesen, 70 minuttir. Brotssparkskapping 2 1 Jóannes K. Danielsen, KÍ Misnýtt Kevin Schindler, HB Misnýtt Boris Dosljak, KÍ Misnýtt Heðin Hansen, HB 3 1 Patrik Johannesen, KÍ 3 2 Daniel Johansen, HB 4 2 Jákup B. Andreasen, KÍ 4 3 Mathias Nygaard, HB Misnýtt Jóannes Bjartalíð, KÍ 4 4 Teitur M. Gestsson 5 4 Steinbjørn Olsen 5 5 Hilmar Leon Jakobsen Misnýtt Ólavur Niclasen 5 6 Dan í Soylu EB Streymur NSÍ, 1 1 4 6 eftir brotssparkskapping 1 0 Teitur Olsen, 29 minuttir. 1 1 Petur Knudsen, 49 minuttir. Brotssparkskapping 1 2 Jann Benjaminsen Misnýtt Ragnar Danielsen 1 3 Klæmint A. Olsen 2 3 Hjalti Djurhuus 2 4 Jann Martin Mortensen 3 4 Andras Olsen 3 5 Aron Knudsen 4 5 Árni Olsen 4 6 Rógvi Egilstoft Nielsen Fyri 40 árum síðani komponeraði Suni Jacobsen eitt lítið tónleikaverk til eina strúkikvartett á sínum orgli. Mánadagin upplivdi hann tað so fyri fyrstu ferð. Vit hoyra stykkið og fáa orðið á Suna, ið annars er kendur sum táttayrkjari. Barnaklæði eru við til gera kynsleiklutirnar eintáttaðar. Tað heldur Marjun Berbisá, sum hevur tikið sakina í egnar hendur. Hon selur klæði við einum øðrvísi boðskapi til smágentur . Helst fyri fyrstu ferð verður ein rein yrkisbók umsett úr føroyskum til danskt. Vit hitta høvundin Helga Rasmussen, sum hevur skrivað Finn teg í organisatiónini , ið nú kemur út á Hans Reitzels forlagi. Ein spurnarkanning, sum spyr.fo hevur gjørt, gevur greiðar ábendingar um, at føroyingar kenna seg ótryggar við vaksandi ávirkanina hjá Kina og Russlandi á heimspolitikkin. Men kanningin gevur eisini ábendingar um, at føroyingar ikki eru so vinaliga sinnaðir mótvegis USA, sum teir hava verið fyrr, kemur fram í spurnarkanningini. Næstan helvtin av føroyingum halda ikki, at USA skal vera okkara sameindi, tá tað ræður um verju og trygdarpolitikk, sambært kanningini. Tað kemur fram í kanningini, sum spyr.fo hevur gjørt fyri Javnaðarflokkin á Fólkatingi um støðuna hjá føroyingum til viðkomandi uttanríkis og trygdarpolitiskar spurningar. Ein av spurningunum í kanningini var, um USA skal vera okkara sameindi í verju og trygdarpolitikki. 46,2 prosent av teimum spurdu søgdu nei. 34 prosent søgdu ja, og 19,8 prosent søgdu seg ikki vita. Kanningin gevur eisini greiðar ábendingar um, at føroyingar broyta áskoðan um viðurskiftini millum Føroyar og USA, alt eftir hvør er amerikanskur forseti. Føroyingar tykjast eisini at vera stúrnir um ávirkanina, sum Russland og Kina hava á heimspolitikkin. 70,8 prosent av teimum spurdu halda, at føroyingar eiga at ansa sær fyri hesum báðum londunum. 70 prosent av teimum, sum vóru við í kanningini, halda, at føroyskir politikarar í stóran ella sera stóran mun eiga at taka trygdarpolitisk atlit, tá teir taka handilsligar og uttanríkispolitiskar avgerðir. 11,6 prosent av teimum spurdu í kanningini hjá Javnaðarflokkinum á Fólkatingi halda, at tað eiga politikarnir í ongan ella minni mun at gera. Spurd um, hvør eigur at veita 5G til Føroyar, svaraðu 36,4 prosent Ericsson og bara 14 prosent Huawei. 6,2 prosent svaraðu Annar veitari , men 43,2 prosent søgdu seg ikki vita. Tað tykist heldur ikki, sum um føroyingar eru so áhugaðir at fáa eina sendistovu í Ísrael. 56 prosent hava eina negativa ella sera negativa hugsan um hetta. 19,6 prosent hava eina positiva ella sera positiva hugsan um eina føroyska sendistovu í Ísrael, sambært spurnarkanningini, sum er gjørd. Skal ein føroysk sendistova gerast í Ísrael, vilja tey flestu av teimum spurdu hava hana at vera í Tel Aviv 42,4 prosent. 19,2 prosent vilja hava føroysku sendistovuna at vera í Jerusalem. Óli á Grømma er trúboðari. Alt frá barnaárum av, ynskti hann at verða trúboðari. Hann hevur havt hendingarríkt lív. Í dag situr hann í nevndini hjá New Tribes Mission. Lilly Heinesen er átjan ára gomul. Tá kreppan rakti, valdu foreldrini at flyta úr Føroyum. Tey eru send til Nigeria at arbeiða sum trúboðarir. Tað eina árið, Lily búði í Nigeria slapp hon veruliga at royna seg. Ein landsumfatandi kanning fer í gongd í hesu døgum. Allar kvinnur millum 25 ára aldur og trýss kunnu kannast fyri kyknu broytingum í lívmóðirhálsinum. Ann Poulsen er 28 ára gomul. Hon fór aftaná lokið studentsprógv til Danmark. Meiningin var at lesa til lækna. Men hon hitti mann frá Algeria og tey giftust. Hon fekk innlit í muslimska heimin og valdi at konvertera. Heilsumálaráðið heitir á øll ferðandi um at fara beinleiðis í heimauppihald, til tey hava fingið svar upp á kanningina, svarið kemur sum oftast sama kvøld og í seinasta lagi á middegi dagin eftir. Við at lata upp fyri ferðing til Føroya, økist eisini smittuvandin, skrivar ráðið og heitir á øll um at minnast til frástøðuna og góða reinførið. Okkara samfelag er lítið og viðbrekið, og tí er umráðandi, at framvegis hava fyrilit so at vit fyribyrgja smittubreiðslu, sigur Heilsumálaráðið í tíðindaskrivi seinnapartin. Ráðið hevur skrivað undir nýggjar sáttmálar við Thetis og Smyril Line um koronukanningarnar, soleiðis at kanningarnar av ferðafólki framhaldandi verða gjørdar á besta og tryggasta hátt, sum ráðið orðar seg. Fimm nýskrivaði løg, fýra sangir og eitt millumspæl við upplestri, eru á plátuni Symphony of Storms , sum er tikin upp í Studio Bloch og í Introvers Studio í Runavík, har framleiðarin, Hans Poulsen, eisini hevur ljóðblandað og mastrað løgini. Tey sum manna Reality Bytes eru Dania Oddmarsdóttir Tausen, Ingmar Berg Mikkelsen, David Simonsen, Pauli Reinert Poulsen og Tórður Dam Jacobsen. Dávur Magnussen vísti eingi tekin um veikleika, tá hann vann annan teinin av Volvo kring Føroyar hósdagin frammanfyri Helga Winther Olsen. Favoritturin súkklaði teir góðar 100 kilometrarnar frá Saltangará til Eiðis og aftur upp á 3 tímar og 10 minuttir góðan ein minutt skjótari enn Helgi Winther Olsen. Eins og fyrsta teinin, fóru teir tríggir, Dávur Magnussen, Helgi Winther Olsen og Jákup Petur Eliassen frá hinum, men tá súkklað var niðan úr Funningi, orkaði Jákup Petur Eliassen ikki at fylgja við meir. Hinir báðir fylgdust um Eiðisskarð, til teir nærkaðust Norðskálatunlinum. Tá setti Dávur Magnussen ferðina upp, og Helgi Winther Olsen mátti sleppa. Áðrenn málið var rokkið, skuldu súkklararnir ein túr runt um Agnið at venda, og tað eydnaðist Helga Winther Olsen at vinna ein hálvan minut aftur. Teinur 2 Saltangará Eiði Saltangará opin bólkur Dávur Magnussen 3.10.45 Helgi Winther Olsen 3.11.56 Jákup Petur Eliassen 3.21.25 Hilmar Hansen 3.21.27 Gunnar Dahl Olsen 3.23.41 Andrass Joensen 3.23.42 Peter Jensen 3.35.59 Bogi Gregersen 3.45.07 Ken Bærentsen 3.45.07 Áslakkur Nesá 3.53.12 Casper Rosen Kom ikki á mál Festarin hevur fingið djóralækna at gera ætlanina, sum er send landsdjóralæknanum. Málið byrjaði 18. mai, tá Dagur og Vika søgdu frá deyðum og sjúkum seyði í Oyndarfirði. Landsdjóralæknin kannaði málið, og festarin fekk at vita, at hann saman við djóralækna í seinasta lagi 1. juli skuldi gera eina ætlan um at betra heilsustøðuna hjá seyðinum. Ætlanin er nú gjørd og byrjað er at gera eftir henni. Festarin tók við festinum í fjør heyst uttan at vita, sigur hann sjálvur, at seyðurin var so illa fyri. Vargaseyðurin, okkurt um tíggju í tali, verður skotin eftir skurðfjallið og fyri brundtíðina í heyst. Rifla er bíløgd til tað endamálið, sigur festarin í brævi til landsdjóralæknan. Tey vóru á fjalli seinasta leygardag, og allur seyðurin varð viðgjørdur eftir forskrift frá djóralækna, sigur festarin. Fiskimálaráðið, sum er kærustovnur í hesum máli, hevur onga kæru ella annað skjal fingið um málið. Lógin um flogferðslu í Føroyum verður nú dagførd. Lógin, sum er ríkislóg, tí málsøkið er danskt, er endurskoðað, og uppskotini um broytingar eru send til hoyringar. Ein broyting er, at trygdargjaldið, sum verður stillað eina ferð um árið, verður ikki stillað sum er, tí korona hevur gjørt, at nógv færri ferðast við flogfari. Uppskot er um at bíða til 1. januar í 2025 við stillingini. Og uppskot er eisini um at hækka gjaldið úr 4,75 krónur upp í 6,00 krónur fyri ferðafólkið í 2022. Gjaldið var upprunaliga 6,00 krónur. Av tí, at gjaldið verður stillað hvørt ár, er tað 4,50 í ár. Endurgjald fyri skaðar, sum ferðafólk, viðføri ella farmur fáa, verður stillað við kunngerð, tí Føroyar eru hvørki í ES ella EFTA. Harafturat er uppskot um at gera lógartekstin kynsnoytralan. Heitini hann, hansara ella honum verða strikað, og til dømis heitini ráðharrin, eigarin ella brúkarin sett í staðin fyri. Tórshavnar kommuna hevur gjørt sáttmála við Laiderz Aps um graslíkið. Trý tilboð komu upp á arbeiðið. Upphæddin í sáttmálanum er 3,2 milliónir krónur. Dystirnir hjá HB og B36 verða leiktir á Tórsvølli, meðan graslíkið á Ovara vølli verður skift. Tann fyrsti verður sunnudagin, tá KÍ kemur til Havnar at spæla móti B36. Fleiri túsund starvsfólk hjá flogverksmiðjuni Airbus í Fraklandi og Týsklandi mótmæltu mikudagin móti ætlanunum um at minka starvsfólkahópin við 15.000 størvum, skrivar check in.dk Á flogvøllinum í Toulouse í Fraklandi, har Airbus hevur støð, løgdu millum 7.000 og 9.000 starvsfólk niður arbeiðið og fóru út úr verksmiðjubygninginum og út á flogbreytina í mótmæli. Í verksmiðjuni í Hamburg settu starvsfólkini 2.000 tómar stólar út, sum tekin um arbeiðsplássini, verksmiðjan fer at missa, og á verksmiðjuni í Augsburg sendu fólk starvfólk upp ballónir við boðskapi á. Heilsumálaráðið hevur, nú tað í gjár fekk seks milliónir krónur afturat til koronukanningar, longt sáttmálarnar við Smyril Line og Thetis til og við 31. juli. Smyril Line fær 500 krónur fyri hvørja kanning, og Thetis fær 390 krónur. Landið noyðist at gjalda fyri kanningarnar, tí heimild er ikki at krevja pengarnar frá fólki. Ein kanning, sum spyr.fo gjørdi fyri Kringvarpið. sigur, at 56,4 prosent av teimum spurdu halda, at ferðafólk eiga at gjalda fyri kornonukanningina. Hagstovan hevur kunngjørt tølini um fólkatalið. Vøksturin kemur av burðaravlopi, sum er 267 fólk. 267 fleiri eru fødd enn deyð hetta árið. Aðalskrivarin í heimsheilsustovninum, WHO, Tedros Adhanom Ghebreyesus, biður í inniligari áheitan heimin um at finna saman í stríðnum móti koronuvirusinum. Sambært lærda háskúlanum, Johns Hopkins University, vísir yvirlitið, at meira enn 12 milliónir eru smittað higartil, og 550.000 eru deyð av smittuni. USA, sum mikudagin formliga boðaði frá, at landið fer úr WHO, er ringast rakt við meira enn trimum milliónum smittaðum og meira enn 132.000 deyðum. Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur leingi funnist at háttinum, sum heimsheilsustovnurin handfer farsóttina á, og hann leggur WHO undir at vera undir leiðslu av kinesarum. Á tíðindafundi í gjár segði Tedros Ghebreyesus við grátirødd, at virusið er ikki størsti vandin í sambandi við koronufarsóttina. Tað er vantandi leiðsla og samanhald á alheimsstigi, sum er vandin, segði hann. Sjúrðarberg er gamli Skálafall, Beinir og Akraberg, og hann er bygdur á Skála í 1987. Men trolarin varð seldur av landinum í 2006. Sjúrðarberg skal fiska kongafisk í Irmingarhavinum og í altjóða sjógvi norðan fyri Føroyar og tosk í Barentshavinum. Sjúrðarberg skal saman við Gadusi fiska kvotuna hjá JFK Troli til nýggi Gadus kemur um tvey ár. Eftir ætlan fer Sjúrðarberg til fiskiskap í august. Hálvthundrað fólk vera við skipinum. Sambært heimasíðuni liggur Sjúrðarberg í Cuxhaven í Týsklandi. Princess , cute og sweet . Prent, sum ofta eru at síggja á barnaklæðum til smágentur. Meðan orð sum brave , strong og hero ofta er prentað á klæði til smádreingir. Hetta hevur Marjun á Fríðriksmørk Berbisá lagt til merkis og vildi gera nakað við tað. Hon selur eitt nú stuttermdu blusuna við prentinum sterk , tí hon heldur, at tílík barnaklæði mangla. Týdningarmesta broytingin er, at bara ferðafólk sum hava fiskað og eru skrásett hjá góðkendari fiski ferðavinnufyritøku kunnu taka fiskin við sær úr landinum. Eg vóni, at hetta fer at styrkja ferðavinnuna á hesum økinum, sigur Odd Emil Ingebrigtsen, sum er ráðharri í fiskimálum í Noregi. Loyvt verður í mesta lagi tvær ferðir um árið at taka veiðina við úr landinum, og tað er munandi herðing, tí sum nú er, er tað loyvt eina ferð um vikuna. Broyttu reglurnar koma í gildi 1. januar næsta ár. Ein dómsnevnd við fólki frá Tórshavnar Kvøldskúla og umsitingini í Tórshavnar Kommunu hevur mett um uppskotini og gjørt tilmæli til Mentamálanevndina hjá Býráðnum. Tað er so lætt at føla seg sum eina vánaliga mammu Tað kann verða strævið at vera mamma, vit krevja nógv av okkum sjálvum, áðrenn vit føla, at vit megna nýggja leiklutin sum mamma. Hvat hendir við familjulívinum, tá ið vit ikki megna at liva upp til okkara egnu vónir um at vera ein góð mamma Og hvat kunnu vit broyta, so mammur í framtíðini fáa eina lættari byrjan í mammuleiklutinum Tað ræður um at brúka tað, mann hevur og fáa so nógv burturúr sum møguligt. Tað er urtagarðurin hjá Hildegun og Oddvin prógv um. Tey bæði geva hugskot til urtagarðin. Hetta hendi í september í fjør. Maðurin hevur sitið í varðhaldi síðani og er mentalkannaður. Hann játtaði seg sekan og tók við revsingini. 331 umsøkjarar hava í dag fingið bjóðað lestrarpláss á Fróðskaparsetrinum. Miðaltalið hjá umsøkjarunum var hægri hesaferð, so gáttin at sleppa inn hesaferð var hægri enn undanfarin ár. Hetta var serliga galdandi í mun til læraraútbúgvingina á Námsvísindadeildini, men sama gongd er eisini á útbúgvingini til námsfrøðing og sjúkrarøktarfrøðing, skrivar Fróðskaparsetrið. Tað vil siga, at fyri at sleppa at lesa til fólkaskúlalærara, námsfrøðing og sjúkrarøktarfrøðing gjøgnum kvotu 1 krevst munandi hægri miðalpróvtal í ár enn undanfarin ár. Huawei má helst stinga í sekkin í Føroyum. Stjórin á Føroya Tele sigur, at ein avgerð er tikin, sum verður kunngjørd eftir summarsteðgin. Men hann leggur afturat, at tað er torført at velja Huawei. Virkið er spakuliga byrjað, og tað gongur væl at hita tøðini, og góðskan er góð. Tey eru skjótt klár til næsta stigið í tilgongdini at seta motorin í gongd. Á Skálafjørðinum eru fólk, sum ivast í, hvussu nógv tey fara at brúka Eysturoyartunnilin, nú prísurin er settur til at vera 75 krónur hvønn vegin. Vágafólk, sum pendla inn í miðstaðarøkið at arbeiða, rinda 3,10 krónur fyri hvønn túrin gjøgnum tunnilin. Suðuroyingurin rindar mangt slíkt og sama verður galdandi fyri tey, sum ætla at koyra ígjøgnum nýggja Eysturoyartunnilin. Besta loysnin er at finna eina samhaldsfasta skipan, halda Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, og Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, sum vil hava Suðuroyartunnilin gjørdan skjótast gjørligt. Børn eru ikki í vandabólki, tí tey verða vanliga milt ávirkað av korona. Men fyri børn kann korona hava nakrar fylgjur, sum gera skaða á heilan. Tað skrivar New York Post. Læknar í Bretlandi hava kannað 27 børn, sum hava havt korona, og teir hava funnið útav, at tað kann elva til tað, sum teir kalla multisystem inflammatory syndrome . Sjúkan minnur um Kawasaki syndrom, sum læknar eisini hava sett í samband við korona, men nýggja sjúkan er meira álvarslig, siga granskararnir. Hjá fýra av teimum 27 børnunum vóru týðiligir heilaskaðar. Tvey teirra vórðu útskrivað eftir at hava ligið á intensivu deild ein mánað, meðan hini bæði endaðu í koyristóli. Aðrar kanningar vísa eitt samband millum covid 19 og heilaskaðar, har sjúkueyðkennini eru ørilsi, høvuðpína, epilepsiherðindi, broytingar í hjartanum og annað Týdningarmesta broytingin er, at bert ferðafólk sum hava fiskað og eru skrásett hjá góðkendari fiski ferðavinnufyritøku kunnu taka fiskin við sær úr landinum. Loyvt verður í mesta lagi tvær ferðir um árið at taka veiðina við úr landinum, og tað er munandi herðing, tí sum nú er, er tað loyvt eina ferð um vikuna. Í Vestmanna eru tey klár til fjarðastevnu og kappróður. Tey skipa kappróðurin eitt sindur øðrvísi enn vanligt, tí fjørðurin er smalri í ár orsakað av fleiri aliringum. Kappróðurin verður vístur í sjónvarpinum og varpaður í útvarpinum. Kringvarpið byrjar at senda klokkan 16.10 og vænta, at kappróðurin er liðugur um 19 tíðina. Roger Stone er dømdur fyri sjey lógarbrot At tarna kongress kanningararbeiði, at royna at ávirka eitt vitni og fyri fimm ferðir at lúgva fyri kongressini. Hvíta Húsið sigur í eini stuttari útsøgn, at Roger Stone hevur longu liðið nóg mikið, og hann varð órættvíst viðfarin í hesum málinum. Roger Stone er nú ein frælsur maður. Amerikanska fregnartænastan hevur funnið útav, at russiskir teldusníkar hava stolið vitan um demokratiska flokkin og valevnið Hillary Clinton, sum Stone og onnur starvsfólk hjá Trump hava bílagt og likið gjøgnum WikiLeaks. Amerikanska skipanin gevur forsetanum vald at náða brotsmenn. Trump hevur fleiri ferðir brúkt henda møguleikan og latið vinir og starvsfelagir sloppið undan fongsulsrevsing. Jackie Charlton, sum var miðverji, spældi, eins og bróðurin Bobby, við enska landsliðnum, sum í 1966 vann heimsmeistaraheitið í fótbólti. Annars umboðaði Jackie Charlton Leeds øll árini sum fótbóltsspælari frá 1953 til 1973, áðrenn hann bleiv venjari í Middelsbrough sama árið, hann gavst sum leikari. Hann vandi eisini Sheffield Wednsday og Newcastle, áðrenn hann í bleiv venjari hjá írska landsliðnum í 1986, sum fyrstu vann sær luttøku í heimsmeistarakappingini í 1990, tá liðið spældi seg heilt í fjóðringsfinaluna. Jackie Charlton vandi Írland fram til 1996, og í hesum tíðarskeiðinum syrgdi hann eisini fyri, at írska landsliðið vann sær luttøku í bæði EM í 1988 og HM í 1994. Tað sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum, í sambandi við, at Klaksvíkar Sleipistøð ynskir at sleppa upp í part av endurnýggja heimaflotan. Men skal Klaksvíkar sleipistøð hava møguleika at kappast um nýbygningar til heimaflotan, so má afturberingarstuðulin fyri skipasmíð hækkast úr átta prosentum upp í 20 prosent, sigur Frimodt Rasmussen, sum umframt at vera stjóri í Klaksvíkar Sleipistøð, eisini situr á løgtingi fyri Sambandsflokkin. Orsøkin er, at skipasmiður í Evropa og restini av heiminum fáa sera góðan afturberingarstuðul, og afturberingarstuðulin í Føroyum má vera líka góður, um Klaksvíkar Sleipistøð skal kunna kappast, og tað er hann ikki. Men tað er ikki sannlíkt, at afturberingarstuðulin til skipasmíð verður hækkaður úr átta prosentum upp í 20 prosent í bræði, sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum. Tey fýra starvsfólkini eru ákærd fyri brot at paragraf 264 í donsku revsilógini, sum snýr seg um heimildarleysar upptøkur á einum staði, sum ikki er frítt atkomiligt. Tey fýra TV2 starvsfólkini eru stjórin, Anna Engdal Stig Christensen, tíðindaleiðarin Mikkel Hertz, umframt ein redaktørur og ein journalistur frá dokumentardeildini hjá TV2. Í Onglandi hava tey hildið eyga við fólkum, sum hava havt koronasmittu, og tað vísir seg, at ein út av tíggju hevur langtíðarhjáárin av korona. Tað er ymiskt, hvørji sjúkueyðkennini eru, men til dømis høvuðpína, ørilsi, trupulleikar við andaleiðini, møði og annað. Fleiri eru óarbeiðsfør, mugu arbeiða minni, taka astmuheilivág og eru sera móð. Bretland hevur gjørt av at hava eitt viðgerðartilboð til tey, sum stríðast við langtíðarsjúku orsakað av korona, tí tað vísir seg, at fleiri túsund eru langtíðarávirkað í Bretlandi. Tað upplýsir bretska heilsuverkið. Granskarar í Danmark eru farnir at kanna langtíðarhjáárini av korona, men í løtuni eru eingin viðgerð og hjálp til tey, sum eru sjúk. Í londunum kring Føroyar eru Facebook bólkar stovnaðir til tey, sum eru langtíðarsjúk av korona. Seinastu vikuna vóru tað til dømis 500 fólk, sum meldaðu seg upp í bólkin í Danmark. Tað skrivar TV2. 44 ára gamla Susie Wordenskjold er ein av teimum, sum stovnaði bólkin á Facebook í Danmark. Hon sigur, at hon var frísk, áðrenn hon fekk korona fyrst í mars. Í dag tekur hon astmuheilivág, hevur trupulleikar við andaleiðini og orkar lítið í gerandisdegnum. Hon er bangin fyri, at hon ongantíð verður frísk aftur. Danska heilsustýrið sigur, at tað finnasti eingi viðgerðartilboð enn, men tey arbeiða við tí. Tey fylgja við sjúkueyðkennum og langtíðarhjáárinum. Bjarni á Steig, yvirlækni, sigur tó, at tað í heiminum eru skrásettir fáir tilburðir av fólkum, sum hava langtíðarhjáárin eftir tríggjar mánaðir. Vit mugu vóna, at øll gerast heilt frísk aftur, men tað vita vit ikki enn. Men vit vita frá øðrum virusum og bakterium, at fólk sum oftast verða heilt frísk aftur, sigur Bjarni á Steig. Hetta er fyrsta koronavirusið, sum kann hava langtíðareftirfylgjur við sær. Koronavirusið kann ávirka lunguni, men eisini heilan og nervalagið. Tað sóu læknarnir í Føroyum eisini, tí luktisansurin hjá onkrum var ávirkaður, og onkur hevði kaldar føtur. Í Føroyum er eingin staðfestur við langtíðarhjáárinum, eftir at hava havt koronu. Um ella tá korona kemur til Føroya aftur, sigur Bjarni á Steig, at tey skulu fyrst og fremst vera til reiðar at viðgera koronu, men eisini mugu viðgera tey, sum eru ávirkað í longri tíðarskeið. Bretland fer nú at viðgera fólk, sum eru langtíðarsjúk av koronu, og danska heilsustýrið sigur seg arbeiða við tí sama eisini. Tað skrivar TV2. Eitt týskt flogfar leyp 20. februar 1941 á Havnina. Tvær bumbur vórðu tveittar eftir oljutangunum. Triðja bumban rakti bretska trolaran Lincoln City, sum sakk fyri Argjahøvda. Flogfarið rýmdi, men varð rakt bæði av Skansanum og av Strondum og neyðlendi úti fyri Gøtugjógv. Týskarnir høvdu um hetta mundið tapt luftstríðið um Bretland. Hjá bretum ráddi um at vinna valdið á havinum, so lísvneyðugar vørur ikki fóru at tróta. Hitler svaraði aftur við eini ætlan um at steðga øllum flutningi til Bretlands. Tað fingu eisini føroyingar at føla. Í 15 ár hava tvær brúgvar staðið einsamallar og gløtt út í tóman heim á Vatnaskørum oman fyri Hoyvíkina uttan nakað beinleiðis samband við vegakervið og heimin annars. Men gongur sum teknisku deildirnar hjá Landsverki og Tórshavnar kommunu ætla, so verður økið millum Kringluna og Sundsvegin, har brúgvarnar standa, ein liður í føroyskari samferðslusøgu. Har skal nevniliga fyrsta sonevnda rampu skipan, sum vit kenna tær frá motorvegunum í útlondunum, gerast, sum kann flætta ferðsluna frá kommunalu vegunum inn á nýggja innkomuvegin, sum verður ein landsvegur, sigur Mikkel Heide Frandsen, ferðslufyriskipari í Landsverki. Brúgvarnar á Vatnaskørðum umboða ein tann fastasta og longsta ferðsluknútin í Føroya søgu, tí í 15 ár ella meira hava Tórshavnar kommuna og Landsverk keglast um nýggja innkomuvegin, íbindingar og mangt annað. 11 milliónir krónur eru játtaðar á fíggjarlógini til innkomuvegin í ár, og um løgtingið fær samtykt neyðugu verkætlanarlógina eftir ólavsøku, sum Landsverk sleppur at brúka pengarnar, so kann arbeiði upp á nýggju rampu skipanina á Vatnaskørðum byrja í heyst. Men rampu skipanin á Vatnaskørðum er bara ein lítil partur av umfatandi arbeiðinum, sum skal gerast í sambandi við innkomuvegin, og 11 milliónir er bara ein brotpartur av tí játtan, sum skal til, fyri at gera vegin lidnan. Kjakast verður um ferðing uttanlands, barnaítrótt, trø, sum skugga hjá grannanum, børn, sum ikki vitja annað foreldri, um at velja gestir til brúdleyp og ymiskt annað Helgi Winther Olsen vann tryggan sigur á fjórða teininum í Volvo Kring Føroyar, sum varð súkklaður í dag. Hann súkklaði teir 102 kilometrarnar upp á 3 tímar og 21 minuttir, og kom á mál smáar 20 minuttir áðrenn Hilmar Hansen og Jákup Petur Eliassen. Dávur Magnussen, sum hevði vunnið tríggjar teir fyrstu teinarnar, var ikki við í Suðuroy, og kann tí ikki vinna Kring Føroyar. Teinur 4 Suðuroy opin bólkur Helgi Winther Olsen 3.21.43 Hilmar Hansen 3.40.38 Jákup Petur Eliassen 3.40.39 Gunnar Dahl Olsen 3.50.31 Andrass Joensen 4.09.52 Bogi Gregersen 4.16.46 Samlað eftir fjórða tein Helgi Winther Olsen 12.40.34 Jákup Petur Eliassen 13.11.26 Hilmar Hansen 13.17.02 Gunnar Dahl Olsen 13.42.53 Andrass Joensen 13.57.51 Bogi Gregersen 15.07.40 Dávur Magnussen 3 teinar Peter Jensen 2 teinar Casper Rosen 2 teinar Tórarinn Didriksen 1 tein Ken Bærentsen 1 tein Áslakkur Nesá 1 tein Dávur vann endaspurt á Sandoynni Fríggjadagin varð triði teinurin súkklaður á Sandoynni. Dávur Magnussen, Helgi Winther Olsen, Jákup Petur Eliassen og Hilmar Hansen fylgdust stóran part av vegnum, men í spurtinum megnaði Dávur Magnussen at ota seg frammum Helga Winther Olsen. Teinur 3 Sandoy opin bólkur Dávur Magnussen 2.59.01 Helgi Winther Olsen 2.59.03 Jákup Petur Eliassen 2.59.53 Hilmar Hansen 3.00.16 Gunnar Dahl Olsen 3.07.05 Andrass Joensen 3.08.27 Bogi Gregersen 3.25.50 Líksýn verður seinnapartin í morgin ella fyrrapartin týsdagin í sambandi við eina vanlukku í Kambsgjogv norðanfyri Tjørnuvík gjáramorgunin. Hóast Mette Frederiksen, forsætismálaráðharri, sigur, at tað er ikki hennara lutur at fara í samráð við Føroyanevndina í fólkatinginum um nettrygd og verjupolitikk, verður samráðið kortini, sigur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, sum hevur biðið um samráðið. Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, kallaði fyrst í juni Mette Frederiksen, forsætisráðharra, í samráð um ætlanina um og avleiðingarnar av, at telesamskifti skal handfarast sum eitt trygdarmál í Føroyum. Men Mette Frederiksen svaraði fyri trimum vikum síðani, at spurningarnir um tele og nettrygd í samráðnum skulu setast verjumálaráðharranum, og spurningarnar um stjórnarrætt skulu sendast løgmálaráðharranum. Ein kunngerð er á veg, sum sigur, at 21.700 tons av svartkjafti, 2.600 tons av norðhavssild og 810 tons av makreli verða flutt til ár. Tey, sum í 2018 fingu menningarkvotur í fýra ár, fáa hendan fiskin at býta í einum lutfalli, sum svarar til tað, sum ikki varð fiskað í 2018 ella 2019. Tey, sum fiskaðu alla sína menningarkvotu ella meira enn tað í 2018 og 2019, fáa ikki lut í kvotunum, sum nú verða fluttar til í ár Bæði Magnus Rasmussen úr Sambandsflokkinum, og Beinta Løwe úr Tjóðveldi halda, at landskassin eigur ikki at rinda fyri kanningarnar eftir 1. august. Ein kanning, sum spyr.fo gjørdi fyri Kringvarpið í vikuni, vísir, at 56,4 prosent av teimum spurdu hildu, at ferðafólk eiga at gjalda fyri kornonukanningina. Tey, sum ikki taka hægri lestur ella førleikagevandi útbúgving, ella tey í miðnámi ella fólkaskúla, sum ikki eru forsyrgjarari ella hava útreiðslur av egnum bústaði, fáa 1904 krónur um mánaðin. Vistarhaldsstudningur verður 2.637 krónur, barnastudningurin 1.036 krónur fyri hvørt barnið undir 18 ár, og studningurin til einsamallar uppihaldarar verður 1.588 krónur um mánaðin. Møguliga verður ferðaendurgjaldið úr landskassanum størri hjá teimum, sum brúka til dømis Eysturoyartunnilin enn hjá teimum, sum brúka til dømis Vágatunnilin. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, segði við Dag og Viku fríggjakvøldið, at hugt verður eftir ferðaendurgjaldinum í heyst. ÍSF hevur gjørt eina reglugerð um, hvussu søkjast kann um tær fýra millióninar, sum løgtingið hevur játtað í COVID 19 stuðli til ítróttafeløg og ítróttasambondini. Ítrótturin kann søkja um pengar fyri mistar inntøkur frá 12. mars til 30. juni. Størsti stuðulin er 250.000 krónur, tann minsti er 20.000 krónur. Sambondini í ÍSF og limafeløg tess kunnu søkja um COVID 19 stuðul. Starvsnevndin í ÍSF ger av eftir innstilling frá umsitingini hjá ÍSF, hvør fær stuðul. Nýggjastu veljarakanningarnar vísa, at demokratiska forsetavalevnið, Joe Biden, liggur seks prosentstig framman fyri Donald Trump í Florida, sum er ein av statunum, ið Donald Trump vann á valinum í 2016. Í Arisona stendur á jøvnum, men tað vekir ans, at Donald Trump bara liggur eitt prosentstig framman fyri Joe Biden í Texas, sum vanliga er ein sterkur republikanskur statur. Sambært eygleiðarum kann tað gerast ein stórsigur fyri Joe Biden, um tað veruliga verður soleiðis, at veljararnir í Texas hesaferð velja demokratiska flokkin. Donald Trump hevur enn ikki viðmerkt nýggjastu veljarakanningina, men Jason Miller, sum arbeiðir sum ráðgevi fyri Trump í valstríðnum, skrivar á Twitter, at veljarakanningin frá CBS og YouGov er falstíðindi. Til ískoytiskvotur eru 2.840 tons av makreli og 5.397 tons av norðhavssild. Tilsøgn kann latast um kvotur í fimm ár, men fiskiloyvi verður tó bara latið í eitt ár í senn. Freistin at søkja um makrel og sild til vinnuligar royndir og verkætlanir og sum ískoytiskvotur er til mánadagin 10. august á middegi. Kvotur, sum verða latnar til vinnuligar royndir og verkætlanir, skulu menna og nýskapa tøkni og mannagongdir og virðisøkja fiskin. Fiskurin kann virkast umborð ella í landi. Níggju milliónir krónur verða settar av til arbeiðið árliga. Stjórin á Landsverki heldur, at landsstýrið eigur at seta fleiri pengar av næstu árini, so ferð av álvara kann setast á arbeiðið at bora tunnilin. Verða 20 milliónir krónur settar av, kunnu vit bora millum 500 og 700 metrar um árið. Tað vil siga, at við 20 milliónum tekur tað trý ella fýra ár at bora tunnilin, sigur Sigurd L. Lamhauge. Nú 99,97 av øllum atkvøðunum eru taldar, hevur formaðurin í valnevndini boðað frá, at Andrzej Duda hevur fingið 51,2 prosent av atkvøðunum og harvið hevur vunnið valið. Harvið hevur hann tryggjað sær fimm ár afturat í embætinum. Tann meira frílynti Rafal Trzaskowski, sum er borgarstjóri í Varsjava, fekk 48,8 prosent av atkvøðunum. Ongantíð síðani kommunisman fall í 1989 hevur verið so tætt ímillum forsetavalevnini, og harvið hevur ongin vunnið við so teprum meiriluta sum Andrzej Duda. Duda er 48 ára gamal. Hann er útbúgvin løgfrøðingur og hevur verið forseti síðani 2015. Hann er fyrrverandi tingmaður í pólska tinginum og hevur verið limur í evropatinginum fyri konservativt katólska stjórnarflokkin í Póllandi, Lóg og Rættvísi. Andrzej Duda hevur gjørt vart við seg við at vera harðliga ímóti samkyndum og fyri at seta harðar reglur ímóti fosturtøku. Duda hevur tøtt sambond við katólsku kirkjuna. Avbjóðarin, Rafal Trzaskowski, sum tapti valið, er somuleiðis 48 ára gamal. Hann er professari í stjórnmálafrøði og hevur verið borgarstjóri í pólska høvuðsstaðnum, Varsjava, síðani 2018. Rafal Trzaskowski er eisini fyrrverandi ráðharri fyri talgilding og fyrisiting, hann hevur verið vara uttanríkisráðharri og verið limur í evropatinginum fyri konservativt liberala andstøðuflokkin. Fleiri tilburðir av koronu eru staðfestir í Hong Kong seinastu dagarnir, okkurt um 60 um dagin. Og hetta er byrjanin til eitt víðfevnt útbrot. Tað verður mett, at smittutalið ella R talið, sum tað eisini verður nevnt er fýra. 7,5 milliónir fólk búgva í Hong Kong, sum annars hevur havt tamarhald á smittugongdini. 1.431 fólk eru higartil staðfest smittað, og tey flestu eru vorðin frísk aftur. Men nú stúrir heilsustýrið fyri, at ein nýggj og verri koronabylgja er á veg. Málið um Felagsfjósið á Sandi, ætlanin er at byggja, skal nú viðgerast í lokalu friðingarnevndini fyri Sandoyar sýslu. Tað váttar sýslumaðurin, Finnbogi Midjord, sum er fastur formaður í nevndini. Ætlanin hjá trimum bóndum á Sandi, Ottari Hentze, Eynari Martin Kjærbo og Jógvani Olsen, at byggja eitt felags fjós til umleið 60 mjólkineyt, er eftirhondini nakað gomul, men hon er ikki slept enn, váttar Ottar Hentze, bóndi í Uttastovugarðinum. Sands kommuna fekk eina umsókn um byggiloyvi frá teimum trimum til at byggja eitt stórt felagsfjós fyri meira enn einum ári síðani, men heldur óvæntað atkvøddi Sands kommuna ímóti at lata teimum trimum byggiloyvi. Bara ein atkvøða var á muni. Avgerðin hjá Sands kommunu varð kærd til Kærunevndina fyri lendismál, sum viðgjørdi málið og vísti málið heim til nýggja viðgerð, so Sands kommuna hevur nú fingið málið til nýggja viðgerð fyri aðru ferð. Hesaferð hevur Sands kommuna lagt málið fyri lokalu friðingarnevndina, ið millum annað skal taka støðu til, um fjósið liggur ov tætt at ánni. Sambært Ottari Hentze liggja aðrir vinnubygningar í sama øki, sum er lagt út til landbúnaðarøki í byggisamtyktini. Lokala friðingarnevndin hevur ikki havt stundir til at viðgera málið enn, men væntar at koma til eina niðurstøðu í august. Niðurstøðan hjá lokalu friðingarnevndini er orsøkin til, at Sands kommuna letur teimum trimum loyvi at byggja felagsfjósið. Nú eru fleiri løntakarar í Føroyum enn í apríl, vísa hagtølini. Fólk, sum fáa lønarískoyti, eru ikki við í hagtølunum. Í juni vóru 26.500 løntakarar. Tað eru kortini 700 færri enn framskrivingin sigur. Um eingin korona var, vóru 27.200 løntakarar í Føroyum í juni, sigur framskrivingin. Serliga privata tænastuvinnan hevur fótað sær, sigur Hagstovan. Í apríl minkaði løntakaratalið niður um 25.500, men longu í mai var tað komið upp um aftur 25.500. Ferðandi til Føroya við Norrønu hava til týsdagin í síðstu viku ferðast umborð millum fólk, sum ikki vórðu kannað fyri korona, fyrr enn tey komu til Íslands. Lekar gjørdu, at Eysturoyartunnilin bleiv ein mánað seinkaður, sigur Teitur Samuelsen, stjóri í partafelagnum Eystur og Sandoyartunlum. Helgi Winther Olsen vann fimta teinin í Volvo Kring Føroyar og kappingina samanlagt, tá súkklað varð í Streymoynni sunnudagin. Dávur Magnussen, sum var á odda samanlagt eftir tríggjar teir fyrstu teinarnar, var ikki við á fjórða og fimta teininum í Suðuroy og Streymoy, og so vann Helgi Winther Olsen sannførandi. Tað vórðu ikki súkklaðir nógv meir enn 20 kilometrar sunnudagin, áðrenn Helgi Winther Olsen setti ferðina upp á fór frá hinum í opna bólkinum. Hann súkklaði solo teir góðar 80 kilometrarnar, sum vóru eftir, áðrenn hann kom á mál í Havn við tíðini 3.00.32. Jákup Petur Eliassen varð nummar tvey sunnudagin og samanlagt. Hilmar Hansen gjørdist nummar trý í Streymoynni og samanlagt. Umframt opna bólkin, tóku fleiri lut í motionistabólkinum, sum súkklaði 319 kilometrar tilsamans. Tann bólkin vann Hávard Vatnhamar við tíðini 10.57.41. Teinur 5 Streymoy opin bólkur Helgi Winther Olsen 3.00.32 Jákup Petur Eliassen 3.03.46 Hilmar Hansen 3.07.31 Gunnar Dahl Olsen 3.07.49 Andrass Joensen 3.09.05 Peter Jensen 3.09.27 Bogi Gregersen 3.13.00 Endaligt úrslit opin bólkur Helgi Winther Olsen 15.41.06 Jákup Petur Eliassen 16.15.12 Hilmar Hansen 16.24.33 Gunnar Dahl Olsen 16.50.42 Andrass Joensen 17.06.56 Bogi Gregersen 18.20.40 Dávur Magnussen 3 teinar Peter Jensen 3 teinar Casper Rosen 2 teinar Tórarinn Didriksen 1 tein Ken Bærentsen 1 tein Áslakkur Nesá 1 tein Endaligt úrslit motionistar Hávard Vatnhamar 10.57.41 Kjartan Egholm 11.09.20 Kári Davidsen 11.22.52 Sverri Mohr Edvinsson 11.25.11 Eyvind A. Hansen 12.14.08 Eyðun Jakobsen 13.14.11 Tórarinn Didriksen 4 teinar Flóvin Eidesgaard 4 teinar Henry Berg 4 teinar Casper Rosen 3 teinar Magni J. Hansen 2 teinar PeterJensen 1 tein Regin Nolsøe 1 tein Rói Lamhauge 1 tein Kári Nielsen 1 tein Høgni Øster 1 tein Dia Midjord 1 tein Endaligt úrslit kvinnur Rigmor Rasmussen 4 teinar Gongur tað sum ætlað, hevur danski stovnurin Statens Serum Institut eina koppseting móti COVID 19 seinni í ár. Tað boðar stovnurin frá í tíðindaskrivi. Stovnurin hevur roynt koppsetingina, sum kallast CoVAXIX, á mýs við góðum úrsliti, og fer í næstum at royna koppsetingina á apur, fyri at skunda undir at fáa koppsetingina góðkenda. Talan er um eina ílegukoppseting, sum ger andevni, ið eru før fyri at basa sjúkuni. Vónirnar eru sera góðar, sambært verkætlanarleiðaranum, tí koppsetingin virkar eina tíð og forðar tí sjúkuni í at raka seinni aftur. Umboðsmaðurin heldur tað als ikki vera nøktandi, at Tórshavnar kommuna hvørki svaraði einari klagu um eitt byggimál ella áminningarskrivum um tað sama. Ikki fyrr enn klagarin boðaði Tórshavnar kommunu frá, at hann ætlaði at klaga til Løgtingsins umboðsmann fekk hann svar. Tá hevði klagarin bíðað eftir svari frá Tórshavnar kommunu í yvir trý ár. Umboðsmaðurin helt tað eisini vera sera átaluvert, at Tórshavnar kommuna sum eftirlitsmyndugleiki í kommunalum byggimálum, ikki fór undir veruliga viðgerð av klagumálinum fyrr enn yvir tvey ár aftaná ,at kommunan á fyrsta sinni hevði skoðað umrødda byggimál. At Tórshavnar Kommuna ikki hevur eitt greitt boð um orsøkina til tess, kann vera tekin um, at kommunan ikki hevur nóg væl skipaða skráseting av innkomnum skjølum og teldupostum, skrivar Løgtingsins umboðsmaður í niðurstøðuni. Av tí at talan er um álvarslig mistøk, kunnar Løgtingsins umboðsmaður eisini formansskapin í Løgtinginum, løgmann og landsstýrismannin í kommunumálum um hetta málið, skrivar Sólja í Ólavsstovu, løgtingsins umboðsmaður. Washington Redskins fer í næstum at skifta navn. Amerikanska liðið, sum spælir amerikanskan fótbólt í deildini, National Football League, hevur tikið avgerðina, eftir at fólk og bólkar, sum mótmæla rasismu, hava lagt trýst á í longri tíð, skrivar The Independent . Felagið skal eisini hava nýtt eyðkennismerki. Størsti stuðulin vildi hava navnabroyting Hetta hendir, eftir at størsti stuðulin, FedEx fyritøkan, vildi hava navnið broytt, og Nike hevði tikið Redskins klæðir av heimasíðu sínari. Indiánska upprunafólkið hevur leingi grundgivið fyri, at bæði navnið og eyðkennismerkið eru rasistisk, og eftir at Black Lives Matter rørðslan tók seg upp, er stuðulin vaksin. Eigarin, Dan Snyder, og venjarin, Ron Rivera, arbeiða saman um at menna eitt nýtt navn og snið, sum skal styrkja um okkara støðu sum eitt traditiónsríkt felag, og sum fer at hugvekja bæði stuðlar, viðhaldsfólk og nærfelagsskapin næstu 100 árini, skrivar felagið í tíðindaskrivi sambært The Independent. Útlátið í fjør var 6,2 prosent størri enn í 2018. Vøksturin í útlátinum hevur verið sjey átta prosent um árið síðani 2016. Vøksturin í fjør var tó á leið helvtina minni enn í 2018. Í 2017 vaks útlátið munandi, og kom fyri fyrstu ferð upp um eina millión tons CO2 eindir, um bunkringar hjá útlendskum fiskiskipum verða taldar við. Í 2019 var útlátið góðar 1,2 milliónir tons CO2 eindir. Okkurt um 88 prosent av útlátinum í fjør komu frá olju og øðrum brennievni. Tíggju prosent komu frá F gassi, sum er sterkt vakstrarhúsgass, ið verður brúkt í ídnaðinum. Meginparturin er HFC gass, sum verður brúkt í køliskipanum í skipum. Tvey prosent koma frá landbúnaði, mest frá neytum og seyði. Høvuðsorsøkin til vøksturin í fjør er streymurin. SEV gjørdi tíggju prosent meiri streym, og tað var olja, ið varð brúkt til at gera hann, tí minni fekst burtur úr vindi og vatni. Ein maður um 30 ár, sum í Føroya rætti er dømdur tvey ár og tríggjar mánaða fongsulsreving fyri neyðtøkuroynd, er eisini dømdur at lata kvinnuni, hann er dømdur fyri at royna at neyðtaka, slakar 67.000 krónur í endurgjaldi. Maðurin er dømdur fyri, at hann við harðskapi ella við hóttan um harðskap royndi at noyða ein unga kvinnu til samlegu úti á einum vegi og í einum garði í Havn, eftir at hava elt hana. Hendingin var í september í fjør. Maðurin hevur verið í varðhaldi til hann varð dømdur í farnu viku. Hann er mentalkannaður. Maðurin tók við dóminum. Maðurin kemur sambært Rættarlæknaráðnum undir greinina í revsilógini, sum loyvir aðrari revsing enn fongsul, men ráðið kann ikki vísa á annað og betri enn vanliga revsing til tess at fyribyrgja framtíðar lógarbrotum. Almenna byggisamtyktin fyri Tórshavnar kommunu skal endurskoðast. Tilfarið um endurskoðaðu almennu byggisamtyktina er til hoyringar. Freistin er 21. august. Almenna byggisamtyktin fyri Tórshavnar kommunu er frá 1972. Hon er endurskoðað í 1996 og í 2009, men broytingar eru gjørdar síðani 2009. Neyðugt er at endurskoða nú, tí bygningskunngerðin kom í 2017. Tað mesta, sum er umrøtt í bygningskunngerðini, er tikið úr uppskotinum um nýggja almenna byggisamtykt, sum tí er stytt niður í helvtina. Stórur oljuleki hevur verið í Norðurrusslandi, og meira enn 40 tons av brennievni eru seyrað út í viðkvæma umhvørvið ikki langt frá Norðuríshavinum Felagið Nornickel, sum rekur námsvinnu í Russlandi, hevur átikið sær ábyrgdina av lekanum. Eisini í mai runnu 21.000 tons av dieselolju út í havið frá verksmiðjuni hjá Nornickel. Og nógv av oljuni endaði úti í Norðuríshavi. Í juni tók felagið ábyrgdina av stóra útlátinum og starvsfólk, sum sótu við ábyrgdini fyri framleiðsluni, vórðu fyribils send til hús fyri týðilig brot á reglurnar hjá felagnum. Seinasta útlátið var 100 kilometrar frá russiska býnum Norilsk, sum er norðan fyri fyri Pólkringin. Rørleiðingin, sum hol var komið á, er stongd, og arbeiðið at taka upp oljuna er byrjað, skrivar tíðindastovan, dpa. Nornickel sigur, at oljuútlátið ikki er vandamikið fyri fólk í økinum. Nornickel hevur áður viðgingið, at fleiri túsund litrar av eitraðum spillvatni eru runnir út í áir í økinum. 57 argentinskir sjómenn hava fingið koronu eftir at hava verið fimm vikur til sjós og tvær vikur í sóttarhaldi, áðrenn teir fóru umborð. Hetta undrar heilsumyndugleikarnar í argentinska landslutinum, Tierra del Fuego, ið eru farnir at kanna málið. Trolarin Echizen Maru fór at sigla inn eftir fimm vikur til fiskiskap, tí fleiri av manningini høvdu sjúkutekin. Myndugleikarnir hava staðfest, at 57 av manningini, sum telur 61, eru hava korona. Áðrenn skipið fór undir túrin var øll manningin í sóttarhaldi í tvær vikur, og øll manningin varð kannað áðrenn túrin. Vanliga er ígerðartíðin fyri korona millum tveir og 12 dagar. Tí undrar tað myndugleikararnar, at sjómenninir fóru at vísa sjúkutekin sjey vikur eftir, at teir seinast vóru í sambandi við onnur. Tað er trupult at staðfesta, hvussu manningin er vorðin smittað, tá vit hugsa um, at tey ikki hava havt samband við nakran í landi í 35 dagar og bara hava fingið proviant frá lokalu havnini, sigur Alejandra Alfaro, sum er leiðari fyri lokalu heilsumyndugleikarnar. Bretsku myndugleikarnir hava gjørt av, at frá fríggjadegnum 24. juli er tað krav, at fólk í landinum eru í masku, tá tey fara til handils. Fólk, ið ikki lata seg í masku, kunnu rokna við at fáa bót uppá umleið 100 pund, sum er umleið 820 krónur, skrivar bretska kringvarpið, BBC. Sambært skrivstovuni hjá bretska forsætisráðharranum, Boris Johnson, eru vaksandi prógv fyri, at tað verjir fólk at vera í masku saman við øðrum innandura, og harumframt verjir tað eisini onnur fólk. Húsavík og Dalur vóru fyri stórum skaða í ógvisliga uppganginum tann 29. februar og 1. mars í ár. Nú verður arbeitt við at bøta um skaðarnar, áðrenn veturin byrjar. Og tað er ein fíggjarligur smeitur fyri Húsavíkar kommuna, ið hevur biðið politisku skipanina um fíggjarligan stuðul. Men higartil uttan úrslit. Tað er tann elsti av teimum yngru prestunum í embæti í føroysku fólkakirkjuni, sum ikki hevur prædikað á ólavsøku, sum prædikar ólavsøkudag. Átta sóknarprestar standa í røðini at prædika ólavsøkudag. Elstur av teimum, tá hugsað verður um starvsaldur, er Marjun í Kálvalíð, stendur á heimasíðuni hjá fólkakirkjuni. Marjun í Kálvalíð varð prestvígd í 2013. Hon hevur verið prestur í Vága prestagjaldi síðani í september í fjør. Korona ger, at guðstænastan ólavsøkudag verður øðrvísi enn vanligt. Í kirkjuni verða bara tey, sum ganga skrúðgongu úr løgtinginum, kirkjutænarar, hjálparfólk og eitt kór. Onnur sleppa ikki inn. Kringvarpið sendir tó, sum vant, guðstænastuna ólavsøkudag. Í Umhvørvið og eg fer tað hesaferð at snúgva seg um lívrunna tilfarið, sum kann gerast til sankutø, og um endurnýtslu av góðum tingum, sum vit geva Dugna at selja víðari. Luttakarar í sendingini eru millum onnur Súsanna Berg, Dennis Holm, Elin Lindenskov, Elsa Berg, Allan Mørkøre og Rúna Hansen. Spenningur var í luftini, tá ið sýningarnar av teimum 19 filmunum, í filmskappingini SprittFisk hjá Klippfiski, vórðu stroymdar u t til luttakararnar sunnukvøldið 12.juli. Evnið var Korona og snávingarsteinurin var, at hugtakið Korona ella COVID 19 ikki mátti nevnast i filminum, sum skuldi vera 3 7 minuttir. til longdar. Dómsnevndin legði dent a ta góðu søguna og ta persónligu søguna. 60 luttakarar, runt um i Føroyum, høvdu teknað seg til filmskappingina. Miðað varð imoti at fáa ein fjølbroyttan luttakaraskara, og má hetta sigast at hava eydnast til fulnar. Yngsti luttakari var 6 ár og elsti luttakari var 76 ár. Ongi krøv vóru til filmsroyndir, filmsu tgerð ella filmssjangru. Eftir sýningarnar avdu kaði Hanna Jensen vinnaran av filmskappingini SprittFisk 2020. Tey trý ið mannaðu dómsnevndina vóru Heini i Skorini, Teitur Lassen og Hanna Jensen. Vigga Hansen besta flmin Besta filmin átti 12 ára gamla Havnagentan Vigga Hansen. Filmurin uttan heiti, er ein filmaður filosofiskur dagbókatekstur frá aktuella koronu tiðarskeiðnum heilt neyvt fevnir hann um dagin, tá kunngjørt varð, at sku lar, fritiðarsku lar og dagstovnar stongdu, og til konkluderandi skrivingina tann 18.mai, sum var U tsagnirnar eru kveikjandi og elva til kjak og hugsan. Filmurin setur spurningar um, hvussu mann skal liva, ta mann hevur tað a ein a vi san ha tt, og hann leggur seg væl i dagbo kasjangruna sum ein føroysk Anna Frank, men i filmsmiðli og við avbyrgingini i felag. Eldsálirnar eru nógvar í Føroyum. Tey eru øll gullverd og hava øll uppiborið at verða heiðrað. Tað sigur Rói Poulsen, formaður í Føroya Ungdómsráð. Tvær av ársins eldsálum vitjaðu í morgunsendingini í morgun saman við Føroya Ungdómsráð. Føroyar hava verið koronufríar síðani 22. apríl, men heimsheilsustovnurin WHO ávarar um, at støðan heldur versnar ógvisliga enn batnar, sæð í heimshøpi. Aðalskrivarin í Heimsheilsustovninum, Tedros Adhanom Ghebreyesus, tók rívan til á einum tíðindafundi, sum varð hildin á høvuðsskrivstovuni hjá WHO í gjár. Lat meg siga tað, sum tað er Í ov nógvum londum gongur tað skeiva vegin. Virusið verður verandi okkara almenni fíggindi nummar eitt. Men gerðirnar hjá nógvum stjórnum og fólkum samsvara ikki við hetta. Orðini fullu á vikuliga fundinum, har aðalskrivarin vanliga kunnar um støðuna í heimshøpi. Sambært aðalskrivaranum í Heimsheilsustovninum, er heimurin á vandakós. Um vit ikki halda grundleggjandi tilmælini, kann støðan bara ganga ein veg. Støðan verður verri og verri og verri, segði Tedros Adhanom Ghebreyesus. Aðalskrivarin hjá WHO mælir stjórnunum í londunum, har koronasmittan framvegis er í umferð, um at hava greiða kunning til borgararnar og at taka støðuna í álvara. Í mai var munurin millum veruligu lønirnar og framrokningina 9,1 prosent, í mars var eingin munur, og í apríl var munurin góð seks prosent. Tað er so skjótt, at tú kanst kenna teg sum eina vánaliga mammu Serliga tá vit raðfesta karrieru, men samstundis ikki duga at sleppa ábyrgdini heima. Húsligu skyldurnar skapa split, og tørvandi tíð saman við børnunum gevur ringa samvitsku. Pápi vil fegin vera meira við. Men sleppur hann framat Og er tað nóg gott , sum hann ger Hóast Huawei neyvan verður veitari hjá Føroya Tele, tá 5G netið hjá felagnum skal gerast, so hevur hin telefyritøkan, Nema, ikki tikið nakra avgerð um Huawei enn. Jan Ziskasen, stjóri í Føroya Tele, segði við Dag og Viku fríggjakvøldið, at torført er at velja Huawei, tí Huawei er forboðið í Bretlandi, og Føroya Tele hevur virksemi í Bretlandi. Nema brúkar eisini Huawei, men eingin avgerð er tikin um veitara til 5G netið, sigur Rúnar Reistrup, nevndarformaður í Nema, við útvarpið. Hann heldur, at telefeløgini bæði eiga at samstarva um at gera 5G netið í staðin fyri at hava hvørt sítt net, sum nú. Ongar samráðingar hava tó verið um hetta. Hvussu sær urtagarðurin út hjá einum urtagarðssniðgeva Vitjað verður hjá yrkisurtagarðsfólki við grønum fingrum í Tysvær. Dag bjóðar til eina góða og kalda ertrasuppu. Steinar reinsar mosa av plenuni. Umleið 690 milliónir fólk í heiminum tað, ið svarar til eitt av hvørjum 11 fólkum fekk ikki nóg mikið at eta í 2019, skrivar tíðindastovan hjá Ritzau. Tað kemur fram í nýggjari ársfrágreiðing, sum fimm stovnar undir Sameindum Tjóðum hava gjørt, her stovnarnir lýsa hungursstøðuna í heiminum. Talið er vaksið við 60 milliónum fólkum eftir bara fimm árum. Harumframt hevur koronukreppan síðsta hálva árið eisini lagt stein oman á byrði. Heldur gongdin fram, verður tað ógjørligt at náa málinum um, at eingin skal hungra í 2030. Hinvegin fer 10. hvørt fólk, umleið 900 milliónir fólk, at hungra tá. Í Afrika kann fjórða hvørt fólk fara at hungra um 10 ár. Í dag hungra 19 prosent av fólkunum í Afrika, ella tað, ið svarar til umleið fimta hvørt fólk í heimspartinum. B36 KÍ, 6 2 1 0 Jákup B. Andeasen, 6 minuttir. 1 1 Sebastian Pingel, 23 minuttir. 2 1 Michal Przybylski, 31 minuttir. 3 1 Michal Przybylski, 35 minuttir. 3 2 Ole Erik Midtskogen, 53 minuttir. 4 2 Sebastian Pingel, 58 minuttir. 5 2 Alex Mellemgaard, 64 minuttir. br. 6 2 Hannes Agnarsson, 90 2 minuttir. Rebekka Fuglø og Julian Gregersen vunnu føroyameistaraheitið, tá bæði tvey settu persónligt met í Runavík leygardagin. Rebekka Fuglø rann teinin við tíðini 37.24.3 frammanfyri Sarah Vallin 39.04.4 og Rigmor Napoleonsdóttir Arge 40.19.9 . Julian Gregersen hevði tíðina 32.24.4. Nummar tvey var Bjarki Johannesen 36.50.1 og á triðja plássi varð Peter Jensen 37.17.1 . HB EBS Skála, 5 1 1 0 sjálvmál, 36 minuttir. 2 0 Kára Djurhuus, 40 minuttir. 3 0 Elin Maria Isaksen, 45 1 4 0 Julia Naomi Mortensen, 49 minuttir. 5 0 Elin Maria Isaksen, 55 minuttir. 5 1 Anna Katrina Mikkelsen, 59 minuttir. KÍ B36, 3 2 1 0 Evy á Lakjuni, 4 minuttir. 1 1 Emma Hansdóttir, 36 minuttir. 2 1 Evy á Lakjuni, 41 minuttir. 2 2 Elsa Spidt Jacobsen, 49 minuttir. 3 2 Rannvá Biskupstø Andreasen, 73 minuttir. Tær hava vunnið føroyameistaraheitið seinastu seks árini, vunni hvønn róður seinastu trý árini og aftur í ár er Erlu Kongsdóttir einaráðandi hjá 5 mannaførunum við kvinnum. Knallhørð venjing við einum smíli og vilji at stríðast fyri hvørjum øðrum er uppskriftin, sigur garvaði róðursmaðurin, Marius Albert Petersen, sum hevur stýrt í meir enn 100 róðrum síðan 2001. Veitarar skulu eisini í seinasta lagi í 2027 hava tikið burtur Huawai útgerð frá sínum neti, skrivar BBC. Tað boðar bretski ráðharrin í talgildingarmálum, Oliver Dowden, frá í dag. Hetta var torfør avgerð at taka, men hon er tann rætta fyri bretskar televeitarar, fyri landsins trygd og fyri okkara búskap, bæði nú og ikki minst frameftir, segði Oliver Dowden. Talsfólk fyri Huawai sigur, sambært BBC, at tey eru vónbrotin um avgerðina hjá Bretlandi at tað eru keðilig tíðindi fyri øll, sum hava fartelefon í Bretlandi, og hótti við at afturútsigla Bretland á talgilda økinum, hækka prísirnar og víðka talgildu gjónna. Stór mótstøða er eisini móti Huawei í USA, sum hevur sagt, at kinesiski televeitarin hóttir innanlands trygdina, men hesum vísur Huawei aftur. USA fer eisini at sýta Huawai atgongd til 5G netið, og Týskland fer væntandi seinni í ár at taka støðu til málið. Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at tey mugu kanna, um nólsoyingar ikki fáa gerandisdagin at hanga saman við núverandi túrum, men Strandferðslan hevur nógv fleiri ferðafólk við skipunum í dag, enn tey høvdu fyrr, hóast tey hava somu játtan og eins nógv skip. Í 3 2 í kvøld verður kastað lut um, hvussu spælast skal í fjórðingsfinalunum í kappingini um Løgmanssteypið. Í bollanum í kvøld eru HB, sum sló KÍ út úr kappingini í 1. umfari, og Víkingur, TB, B36, Skála, AB, og NSÍ øll úr Betrideildini. Einasta liðið úr 1. deild, sum framvegis er við í kappingini, er 07 Vestur, sum vann ímóti FC Suðuroy í 1. umfari. Fjórðingsfinalurnar verða avgreiddar við einum dysti, og lutakastið ger av, hvør fær heimavøll. Dystirnir verða spældir 21. november. Á 100 síðum lýsir hann Føroyar eftir friðin. Hans Andrias Sølvará hevur skrivað ein føroyskan tátt í 100 danmarkarsøgum. Vit fáa vitjan av Hans Andriasi. Franskur tjóðardagur er í dag, og tað fer at mynda sendingini á tann hátt, at vit fáa orðið á franska konsulin í Føroyum, Honnu Jensen, eins og vit tosa við føroyska stjørnukokkin Leif Sørensen, sum er útbúgvin í franska køkinum. Hoyrið sendingina her Tórshavnar kommuna leggur í ár upp til, at ólavsøkan í stóran mun skal haldast í teimum ymisku grannaløgunum í Havn, heldur enn í miðbýnum. Men kommunan megnar ikki at bera kostnaðin einsamøll og hevur tí vent sær til politisku skipanina við áheitan um fíggjarligan styrk. Eigarin hjá 62 N hevur biðið helvtina av starvsfólkunum koma aftur til arbeiðis. Í apríl vórðu 37 fólk koyrd til hús. Nú eru 18 sett aftur. Summarið kann ikki samanberast við eitt vanligt summar, men nú kemur ferð á, sigur hon. Tad gjørdi stóran mun fyri tey, tá ið landamørkini lótu upp 15. juni. 62 N hevur hotell, bilaleigu og ferðaskrivstovu, ið selur ferðir til útlendingar, ið koma til Føroya, og føroyingar, sum fara uttanlands. Serliga støðan við koronu noyðir fyriskipararnar av ólavsøkukabarettini at hugsa alternativt. Kabarettin verður send í sjónvarpinum, og mistu inntøkurnar frá atgongumerkjasøluni skulu finnast aðrastaðni. Fyri trimum árum síðan flutti Jógvan Vest aftur í heimbygdina við konu og børnum. Konan er úr Havn og vildi í fyrsta umfari vita, um tað var nakað fyri hana. Men tað var ikki bara sum at siga tað. Tað er trupult at fáa nakað at búgva í. Á Sandi standa okkurt um 70 hús tóm um veturin, tí tey vera brúkt sum summarhús. Kommunurnar í Sandoynni eru ikki so væl fyri, sammett við nógvar aðrar kommunur í landinum. Fólkatalið minkar, og tað renna lutfalsliga færri pengar inn í kommunukassarnar. Dennis Holm, borgarstjóri í Vági og formaður í Kommunufelagnum, ávarar ímóti gongdini, ið kann elva til, at vit fáa A kommunur og B kommunur í Føroyum. Gongst sum ætlað verður koyrandi í Sandoyartunnlinum í 2023. Við tunlinum verður gott grundarlag og ríkir møguleikar at venda gongdini. Brandur Sandoy, løgtingsmaður, og Bryndis í Dali, leiðari á Visit Sandoy, vóru í sjónvarpsstovuni skiftu orð um, hvørji átøk eru neyðug at gera. Koyrandi er ikki gjøgnum Árnafjarðartunnilin í løtuni, tí eldur er í einum bili inni í tunlinum. Øll fólkini eru komin úr bilinum. Einki av sterkastu liðunum skulu spæla ímóti hvørjum øðrum í fjórðingsfinalunum í kappingini um Løgmanssteypið. Tað er greitt eftir lutakastið í 3 2 í kvøld. Fjórðingsfinalurnar verða hesar Tvey vaksin og fýra børn vóru í bilinum. Tey vóru øll flutt úr tunlinum í øllum góðum við einum øðrum bili, sigur Hendrik Akurstein, sløkkiliðsmaður, sum var staddur norðarumegin Árnafjarðartunnilin. Børnini vóru fyrst flutt burtur frá vandanum í einum bili, og tá bilførarin fór inn aftur í tunnilin eftir foreldrunum, høvdu tey runnið undan nógva roykinum. Tey seks fólkini tvey vaksin og fýra børn sum vóru í bilinum, komu út í øllum góðum, men bilurin er uppkolaður og nógvur roykur stóðst av eldsbrunanum. Sambært løgregluni lat tunnilin upp klokkan eitt í nátt. Fyrst skuldi Landsverk inn at kanna loft og veggir, og síðani skuldi vegurin reinsast. Vilhelm Már orsteinsson, forstjóri í Eimskipafelag Íslands, sigur við íslendska kringvarpið, RÚV, at føroyska skipaskrásetingin er sera góð, millum annað viðvíkjandi skatti. Eingin slík skráseting er í Íslandi. Onnur skip hjá Eimskipi hava verið og eru eisini skrásett í Føroyum. Og Eimskip hevur dótturfelag í Føroyum, Faroe Ship, sum Eimskip eigur hundrað prosent. Dettifoss kom til Reykavíkar í gjár. Skipið er bygt í Kina og fór haðani fyrst í mai. Dettifoss er størsta farmaskip, sum hevur verið í íslendska flotanum. Manningin er íslendsk burturav. Dettifoss er slakar 180 metrar langur. Til samanberingar kann nevnast, at Norrøna er góðar 164 metrar long. Privatar tænastuvinnur eru handil og umvæling, gistihús og matstovur, flutningur, postur og fjarskifti, fígging og trygging, vinnuligar tænastur, húsarhaldstænastur og felagsskapir og mentan. Lønirnar vóru 23 milliónir, 9,1 prosent, minni enn framrokningin segði. Í framrokningini er ikki roknað við koronu. Í mai var munurin 16 prosent. Í hinum trimum vinnubólkunum í hagtølunum er munurin ikki so stórur. Vinnubólkarnir eru almennar tænastuvinnur, fiskivinna og aðrar tilfeingisvinnur og bygging og onnur tilvirking. 8.400 fólk arbeiddu í privatu tænastuvinnunum í juni. Framrokningin sigur góð 8.900, 500, góð seks prosent, fleiri. Munurin var størri í mai, tá var hann 11 prosent, og í apríl var hann 16 prosent. Tað er niðurstøðan í nýggjari ritgerð, sum er almannakunngjørd í dag. Stórar broytingar fara at verða í valdsbýtinum millum londini tí føðitalið, sum talið av børnum fyri hvørja kvinnu, minkar og fólk gerast eldri. Móti næsta aldarskifti fara 183 av 195 londum, um ikki talið av tilflytarum veksur, at vera niðanfyri stigið, har til ber at varðveita verðandi stødd. Tað sigur ein bólkur av altjóða granskarum í ritgerðini, sum er almannakunngjørd í The Lancet. Í meira enn 20 londum, millum annað Japan, Spania, Italia, Teilandi, Portugal, Suðurkorea og Póllandi, fer fólkatalið at minka niður í helvt, og fólkatalið í Kina minkar úr 1,4 milliardum niður í umleið 730 milliónir næstu 80 árini. Hinvegin kann fólkatalið í londunum sunnan fyri Sahara í Afrika trífaldast til umleið tríggjar milliardir fólk. Eitt nú veksur fólkatalið í Nigeria úr 200 milliónum upp í 800 milliónir fólk, vísir ritgerðin. Orsøkin til munin á framrokningum hjá ST og hesum granskingarbólkinum er, at føðitalið verður mett ymiskt. ST metur, at lágu føðitølini í nógvum londum fara, sum tíðin líður, at vaksa upp í 1,8 barn fyri hvørja kvinnu. Meðan greiningin hjá granskingarbólkinum vísir á, at tá kvinnur fáa hægri útbúgving og hava betri atgongd til fyribyrgingarevni, fara tær at fáa minni enn 1,5 barn í miðal, skrivar Ritzau. Tað kundi verið endað við eini vanlukku, tá ein eldri maður koyrdi seg fastan í tjúkka roykinum klaksvíksmegin í Árnafjarðartunlinum í gjárkvøldið. Sløkkiliðið hevði fingið boð um, at eldur var í einum bili við seks fólkum í longur inni í tunlinum, men visti ikki av bilinum við tí eldra manninum. Tað eydnaðist tó roykkavarum at bjarga manninum. Ein kanning vísir, at føroyingar rinda umleið 13,5 millónir krónur í donskum meirvirðisgjaldi fyri stroymingartænastur. Danski ráðharrin í skattamálum ásannar, at hetta ikki er í lagi, og vil hjálpa til, at fáa hetta rættað. Í apríl kunngjørdi Javnaðarflokkurin á fólkatingi eina kanning, sum bendi á, at føroyingar rinda danskt meirvirðisgjald, tá ið teir gjalda fyri síni hald av talgildum tænastum. Talgildu tænasturnar, talan er um, eru til dømis stroymingartænasturnar hjá Spotify, Netflix, Viaplay og HBO. Eisini appir og spøl til talgildu tólini. TAKS og Fíggjarmálaráðið hava fingið kanningina, og Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, hevur eisini umrøtt kanningina við donsku stjórnina. Føroyar eru ikki partur av danska skattaøkinum, og tí eigur danskt meirvirðisgjald ikki at verða kravt inn frá føroyskum brúkarum, sigur Morten Bødskov, danskur ráðharri í skattamálum, í skrivligum uppriti um málið. Danska ráðið í skattamálum sigur, at tey, vegna vantandi innlit, ikki kunnu útgreina, hvussu nógv meirvirðisgjald verður kravt inn frá føroyskum brúkarum. Tað verður neyðugt at hava eftirlit við hvørji einstakari fyritøku, sum veitir tænastur til føroyskar brúkarar, um vit skulu fáa greiði á hesum, sigur ráðharrin í skattamálum í uppritinum til Sjúrð Skaale, fólkatingsmann. Danska skattavaldið sigur seg hava tikið stig til at kunna útlendskar fyritøkur um, at Føroyar ikki eru partur av danska meirvirðisgjald økinum, og tískil ikki skulu rinda danskt meirvirðisgjald. Morten Bødskov, sum er ráðharri í skattamálum í Danmark, heitir eisini á føroyskar myndugleikar um at kunna útlendskar fyritøkur um tað sama. Í einum skúla í býnum, Nakuru, ið liggur fyri norðan í Kenya, ganga 650 børn. Flestu teirra hava stuðlar úr Føroyum, sum hvønn mánað rinda fyri skúlagongdina og mat til børnini. Felagsskapurin Næstin, hjá Bjørg av Rana, skipar tí í kvøld fyri einum stuðulstiltaki, sum hevur til endamáls av savna inn pening at keypa matpakkar fyri til børnini, sum ganga á skúlanum og familjur teirra. Tað gekk skjótt fyri seg, tá eldur kom í bilin hjá Eyðsteini Sørensen av Viðareiði og familjuni miðskeiðis í Árnafjarðartunlinum í gjárkvøldið um hálvgum níggju tíðina. Eyðstein Sørenen og konan vóru skjót at fáa tey fýra børnini út úr tunlinum við einum øðrum bili samstundis, sum tey ringdu eftir hjálp. Átta umsóknir vórðu lagdar sama til fýra, tí grannaløgini vóru grannar. 52 umsøkjarar hava nú fingið at vita, at tey fáa kommunalan stuðul til at halda ólavsøku. Stuðulin, sum er 10.000 krónur, kann brúkast til at leiga tjald, grill, ljósperur, hátalarar og beinkir. Og hann kann eisini brúkast til keypa undirhald, livandi tónleik og sjónleik. Prísirnir í Føroyum lækkaðu í miðal í øðrum ársfjórðingi. Bæði, tá samanborið verður við fyrsta ársfjórðing í ár og við annan ársfjórðing í fjør, eru miðalprísirnir lækkaðir. Teir eru tó ikki lækkaðir nógv, brúkaraprístalið er lækkað 0,9 prosent samanborið við fyrsta ársfjórðing í ár, og 0,1 prosent samanborið við annan ársfjórðing í fjør. Tann bíliga oljan ger munin. Brennioljan, sum verður brúkt til at hita hús, kostaði næstan ein triðing minni í mai í ár enn í mai í fjør. Hvørki Húsavíkar kommuna ella aðrar skulu vænta sær stuðul frá landinum til brimskaðar, hóast landskassin fyrr hevur hjálpt kommunum við pengum til slík endamál. Í staðin vísir Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, til tann skaðagrunnin, sum hevur verið uppá tal, at kommunurnar skulu seta á stovn fyri at hjálpa hvørji aðrari, tá havnarløg og brimgarðar fara í ódnum og uppgangi. Landið hevur áður hjálpt til í Skálavík óg í Hvalba, men tað var bara við einum lítlum parti av kostnaðinum, sigur Jørgen Niclasen. ES dómstólurin hevur avgjørt, at tøknirisin, Apple, ikki skal rinda skattarokningina, sum er 13 milliardir evrur. Tað boðar dómstólurin frá í tíðindaskrivi. Í 2016 kravdi Margrethe Vestager, ES kommisserur í kappingarmálum, at Apple skuldi rinda upphæddina í revsiskatti og rentum fyri árini 2002 til 2013. ES nevndin segði, at limalondini ikki kunnu veita skattafyrimunir til útvald feløg. Apple boðaði beinanvegin frá, at málið skuldi roynast í rættinum. ES nevndin hevur ikki løgfrøðiliga sæð kunnað víst á, at fyrimunur varð givin. Tí er tað eitt mistak, at hon sigur, at Apple hevur fingið serligar fíggjarligar fyrimunir, og sostatt fingið ríkisstuðul, stendur í fráboðan frá dómstólinum. Í telduposti til Bloomberg skrivar írska fíggjarmálaráðið, at tey eru nøgd við dómin og vísa á, at Apple onga serviðgerð hevur fingið í málinum. Jenis av Rana, uttanríkismálaráðharri, vil hava eina sendistovu í Jerusalem í Ísrael. Vanligt er at seta sendistovur á stovn við handilsligum áhugamálum fyri eyga. Men soleiðis er ikki við ætlanunum um føroysku sendistovuna í Jerusalem, tí Føroyar hava at kalla eingi handilssambond við Ísrael. Tó hava fleiri føroyingar ein stóran kærleika til Ísrael. Tað sóu vit eitt nú, tá Ísrael fylti 70 ár. Tá flaggaði Tórshavnar Kommuna við ísraelska flagginum. Harafturat hava vit í Føroyum ein felagsskap, sum eitur vinafelagið Føroyar Ísrael. Áleið 400 limir eru í felagnum. Hví eru fleiri føroyingar hugtiknir av Ísrael Tað spyrja vit Dánjal Poulsen, sum er næstformaður í vinafelagnum Føroya Ísrael, um. Nógv kjak hevur verið um ætlanirnar hjá uttanríksmálaráðharranum um sendistovu í Jerusalem. Nógv tala at, men tað eru eisini fleiri føroyingar, sum treytaleyst elska Ísrael. Vit spyrja formannin í vinafelagnum Føroyar Ísrael, hví Ísrael liggur teirra hjørtum so nær. Árliga kristiliga legan Teen Street, sum vanliga verður hildin í Týsklandi, er avlýst. Nú verður hon í Føroyum, tí 20 samkomur hava tikið seg saman um at hava leguna. Meira um tað seinni í sendingini. Og so práta vit eisini við MFS og landsverk um átakið, Betong DNA. Sum hevur til endamáls at hyggja nærri at, hvørji atlit verða tikin til menniskju, tá bygningar verða bygdir Tað, sum er serligt fyri føroyingar er, at hóast familjusøgan hjá einum persóni við bróstkrabba staðfestur, at fleiri hava verið rakt av somu sjúku í familjuni, so er eingin ávís ílega, sum kann sporast, eins og tað ber til at síggja í okkara grannalondum. Krabbameinsfelagið hevur valt at stuðlað verkætlanini, og tann 1. september fer Elisabet Thomsen, master í lívfrøði, í holt við at granska í bróstkrabbaílegum. Verkætlanin er eitt samstarv millum Ílegusavnið, Landssjúkrahúsið, Rískisjúkrahúsið og Fróðskaparsetur Føroya. Noomi O. Gregersen, PhD, er verkætlanarleiðari og Bjarni á Steig, yvirlækni, er kliniskur ábyrgdarahavi. Umframt stuðulin frá Krabbameinsfelagnum hevur verkætlanin fígging frá Sjúkrakassagrunninum og Granskingarráðnum. Á Listasavni Føroya vilja tey fegin knýta bond millum tónleik og list. Tí hava tey spurt fimm føroyskar tónleikarar, um teir vilja skriva hvør sítt lag við íblástri frá einum listaverki á savninum. Á Listasavninum fara vitjandi at fáa møguleikan at síggja fimm útvald listaverk, samstundis sum tey hoyra tónleik í oyratelefoninum, sum er skrivaður til júst tað listaverkið, ið hugt verður eftir. Meiningar eru nógvar. Hoyr tey trý, Sonju Jógvansdóttir, umboðandi LGBT Føroyar, Gunnvá Zachariassen, sjónleikara og Leo Lávík, sum er tvørkyndur og virkin í filmsvinnuni, umrøða evnið. Ein hópur er tað sama sum ein rúgva, mongd, bólkur, flokkur og líknandi. Vilja vit vita, hvussu orðið hópur verður brúkt, so ber til at seta orðið bólkur inn í staðin. Ofta brúkt í sambandi við ítrótt. Dømi um skeiva nýtslu av orðinum hópin Hópin av kvøldskúlatilboðum . Tað ber ikki til tað svarar til at siga sera av kvøldskúlatilboðum, greiðir Elin Henriksen frá og heldur, at tey munnu meina hópur av kvøldskúlatilboðum. Annars hópin góð kvøldskúlatilboð. Hópin av fólki á Sjómannadegnum ber heldur ikki til, tað svarar til avbera av fólki . Meining Stórur hópur av fólki á Sjómannadegnum . Í fleirtali fáa hesi orðini endingina ar, bæði í hvørfalli og hvønnfalli Her eru nógvir pápar, eg sá nógvar pápar. Tá ið fólk eru farin at siga fleiri dansarir, sangarir og leikarir, svarar tað til at siga fleiri pápir í staðin fyri pápar. So tummilsreglan er, at hava vit okkurt av hesum heitunum, sum enda við ari skipari, bakari, dansari, sangari, leikari, dómari, trúboðari, danskari so skulu vit royna at hugsa teir allar samlar sum pápar og geva teimum ar ending í fleirtali, eins og pápar fáa. Harafturat verður eisini tosað um óbundin staðarnøvn, sum nú eru í ferð við at broytast til bundin, har lurtari vísir til dømið við Vágum 10 milliónir krónur eru higartil settar av til at kanna ferðafólk, ið ferðast til Føroya. Roknað verður við, at verandi játtan røkkur til fyrst í august. Eftir tað skulu ferðafólkini sjálvi rinda fyri koronukanningarnar, sigur løgmaður. Vit vildu beinanvegin, at ferðafólkini skuldu sjálvi at rinda rokningina, men heimild var ikki fyri at krevja pengarnar inn. Heimildin skal nú fáast upp á pláss so ella so, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður. Men tað er ikki rætt, at landskassin ber kostnaðin eftir 1. august, heldur Magnus Rasmussen úr Sambandsflokkinum, sum eisini er formaður í fíggarnevndini hjá løgtinginum. Persónliga haldi eg, at tað er rættari, at fólk, sum velja at ferðast, eisini sjálvi rinda rokningina, segði Magnus Rasmussen við útvarpið í síðstu viku. Landsstýið hevur heitt á fólk um at vísa hógv, men so noyðist landsstýrið eisini at vísa hógv, og ikki senda skattaborgarunum hesa rokningina. Tá ið fólk hava ráð at ferðast, so hava tey eisini ráð at rinda fyri koronukanningina, segði hon við útvarpið sunnudagin. Landsstýrið umrøður í hesum døgum, um ferðaavgjaldið skal hækka, ella um farast skal í Løgtingið eftir ólavsøku við einari serlóg, so heimild fæst at krevja inn pengar fyri koronukanningar. Í samgonguni eru vit samd um, at ferðafólkini eiga at rinda sjálvi, og fólk í andstøðuni halda eftir øllum at døma tað sama. Tá ið vit hava funnið rætta leistin, skuldi verið skjótt at fingið hetta avgreitt, sigur løgmaður. Eingin koronutilburður er staðfestur í Føroyum síðan 22. apríl. Landsstýrið heldur tað kortini vera rætt at halda fram við at kanna ferðafólk. Smittan gongur framvegis í londunum rundan um okkum, og eg rokni við, at koronusmittan kemur aftur til Føroya fyrr ella seinni. Tað er bara ein spurningur um tíð. Av somu orsøk mugu øll, sum koma til Føroya, kannast, so vit verja okkum so væl sum tilber ímóti, at smittan fer aftur í umferð úti í samfelagnum, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður. Fólk í Nólsoy hava seinastu vikuna verið úti fyri, at tey ikki sleppa til Havnar til arbeiðis og aftur til hús, tí tað er fult umborð á Ternuni. Bogi Petersen, skipari umborð á Norrøni, vissar um, at persónurin, sum varð testaður positivur, ikki hevur verið í samband við onnur ferðandi umborð. Týsdagin fór Norrønuna úr Hirtshals. Seinnapartin týsdagin fekk skiparin boð um, at øll ferðandi, sum vóru kannað við fráferð úr Hirtshals, vóru frísk, uttan ein, sum varð testaður positivur fyri koronu. Enn er ikki greitt, um smittaði persónurin hevur virkið koronuvirus ella ikki, tað vil siga, um talan er um andevni ella virkna smittu. Bátsformenninir ella umboð fyri teir skulu á kommunuskrivstovuna har ,sum teir búgva, eftir seðlunum frá grindini, sum varð hildin til í Hvalba í gjárkvøldið. Í Hvalba eru klárt at koma eftir seðlunum á kommunuskrivstovuni klokkan 15.00, og í hinum kommununum í Suðuroy kunnu bátsformenninir ella umboð fyri teir fara eftir seðlunum klokkan 16.00. Tá ið seðlarnir koma út, verður hetta skipað ørðvísi enn vanligt. Hetta fyri at halda koronutilmælini frá myndugleiknum, sigur Jaspur Vang, sum er sýslumaður í Suðuroy. Tað hevur áður verið siðvenja í Suðuroynni, at eisini gestir, sum eru í oynni, tá grindin verður hildin til, fáa part. Men hendan siðvenjan varð slept fyri nøkrum árum síðani. Grindin varð funnin út fyri Sandvík nakað fyri klokkan átta í gjárkvøldið. Tað var ein útróðrarbáturin Herdis av Tvøroyri, ið fann grindina, og fær finningarhval afturfyri. Núverandi reglur um at geva persónsupplýsingar víðari frá privatari fyritøku í ES til privata fyritøku í USA, eru ógreiðar og ólógligar. Tað sigur ES dómstólurin í dag, eftir at hava viðgjørt eina klagu um dátaverju á Facebook frá einum atgerðarfólki í Eysturríki, Maximiliam Schrems. Málið snýr seg um, hvussu Facebook verjir dátur hjá evropeiskum borgarum, tá ið dáturnar verða sendar frá evropeiskum londum til USA. USA verður nevnliga ikki mett sum eitt trygt land, tá ið tað kemur til dáta og at verja fyri at myndugleikarnir fáa atgongd til dáturnar. Facebook hevur fyrr verið ákært fyri at lata amerikonskum myndugleikum persónsupplýsingar. Hetta er aðru ferð, at ES dómstólurin kemur til ta niðurstøðu, at reglurnar um dátuverju millum ES og USA eru ov vánaligar. Fyrru ferð var tað eisini Maximilian Schrems, sum ákærdi Facebook fyri at útflýggja dátur hjá evropearum til myndugleikarnar í USA. Eisini tá fekk hann viðhald. Reglurnar um dátuverju vórðu síðani broyttar í 2015, men eftir øllum at døma eru reglurnar ikki nøktandi enn, og ES og USA skulu tí aftur gera eina nýggja avtalu. 5000 amerikanskar fyritøkur gera sær dælt av núverandi reglum um dátuútflýggjan, og tað kann fáa avleiðingar fyri tær, tá reglurnar verða broyttar, skrivar tíðindastovan AFP. Jóhann Mortensen hevur verið ein eyðkend rødd í útvarpinum í samfull 36 ár, og nú fer hann frá fyri aldur. Jóhann er hósdagsgestur í Nón. Og so vitja vit á Østrøm, har tvær áhugaverdar framsýningar ein við føroyskum koloristum og ein við 56 nýggjum kolasjum hanga næstu vikurnar. Hoyrið sendingina her Ætlanin var at lata upp aftur 20. juli, men forsætisráðharrin í Írlandi, Michael Martin, boðaði á tíðindafundi frá, at tey útseta upplatingina til 10. august. Tað skrivar DR. Orsøkin er, at smittutalið aftur er hægri enn 1 í Írlandi. Talið liggur millum 1,2 1,8 nú. Smittutalið sigur nakað um, hvussu nógv í miðal vera smittað, fyri hvønn persón sum fær staðfest covid 19. Forsætisráðharrin mælir eisini til, at í mesta lagi tíggju fólk savnast, og at fólk eru í masku, tá ið tey eru til handils og annað. Myndugleikarnir ávara samstundis um, at smittutalið fer at vaksa, nú meginparturin av samfelagnum hevur latið uppaftur, og at fólk mugu taka tilmælini í álvara. Higartil hevur kravið um munnbind verið galdandi í almenna flutningskervinum og á almennum støðum, har ikki ber til at halda fjarstøðu. Í bretska býnum, Bristol, hevur býráðið gjørt av at taka burtur eina Black Lives Matter standmynd, sum varð sett upp uttan góðkenning á staðið, har ein standmynd av einum fyrrverðandi trælahandlara stóð. Í morgun hava vit tikið burtur standmyndina, og vit hava hana í varðveitslu. Hon kann antin heintast ella latast okkum, sigur býráðið í Bristol í fráboðan í dag. Standmyndin er av mótmæliskvinnuni, Jen Reid, sum varð avmyndað undir mótmælistiltøkunum í juni, men listamaðurin hevði onga góðkenning fingið frá myndugleikunum at seta standmyndina upp. Alt er fult bókað í Danmark, bæði summarhús, frítíðardeplar og so framvegis, tí danskarar ferðast sum ongantíð fyrr í egnum landi. Tað skrivar TV2. Jydskevestkysten skrivar, at sjey fólk eru staðfest smittað við korona í frítíðardeplinum Seawest seinastu hálva aðru vikuna, og nú eru fýra tilburðir staðfestir afturat. Frítíðardepilin hevur sett seg í samband við 370 familjur og boðað teimum frá tilburðunum, og nú eru tey so aftur noydd at seta seg í samband við tey, sum hava verið í sambandi við tey fýra, sum nú eru vorðin staðfest sjúk. Hesa vikuna eru nógv fólk eisini samlað í Skagen til árligu veitsluvikuna í viku 29. Smittuserfrøðingar í Danmark eru ørkymlaðir, tí so nógv fólk eru savnað og halda veitslur alla vikuna. Sannlíkindini eru fyri, at onkur er smittaður og tí kann smitta ógvuliga nógv fólk í Skagen hesa vikuna, tí virusið livir serliga væl, har nógv fólk eru saman í veitslulagi, sigur Allan Randrup Thomsen, sum er professari i virusfrøði á universitetinum í Keypmannahavn við DR. Men støðan viðvíkjandi covid 19 og óvissan, sum farsóttin elvdi til, gjørdi, at bankin 27. apríl í ár endurskoðaði fíggjarligu metingina og niðurskrivaði samlaða ársúrslitið til fara at verða millum 30 og 80 milliónir krónur. Tað boðar BankNordik frá í dag. Metingin varð bygd á størri niðurskrivingar av útlánum, hall í eginognini hjá bankanum og størri útreiðslur til skaðaendurgjald fyri ferðatryggingar. 24. juni endurskoðaði bankin aftur fíggjarligu útlitini fyri 2020, og tá varð mett, at ársúrslitið fyri 2020 fór at verða millum 50 og 90 milliónir. Men, nú covid 19 hevur minni ávirkan á úrslitið hjá peningastovninum enn mett, er enn einaferð gjørd nýggj meting og sambært henni verður ársúrslitið fyri 2020 millum 80 og 120 millónir eftir skatt. Bankin hevur í sambandi við koronufarsóttina eyðmerkt 10 milliónir aftrat til niðurskrivingar í sambandi við koronu, sostatt eru nú tilsamans 35 milliónir eyðmerktar til tað, stendur í fráboðanini. Samlað minkaði innflutningurin av brennievni við 100 milliónum krónum ella 5 prosentum mánaðirnar mars, apríl og mai, tá korona rakti føroyska samfelagið, samanborið við somu mánaðir í fjør. Guvernørurin í Georgia, Brian Kemp, hevur skrivað undir harraboð, sum banna býum og kommunum at krevja, at fólk skulu vera í munnbindi. Tað skrivar The Washington Post. Sambært blaðnum, ógilda harraboðini krøvini um at brúka munnbind í í minsta lagi 12 býum og kommunum, millum annað Atlanta, har alsamt fleiri verða smittað. Koronu smittutalið í Georgia er seinastu tíðina vaksið, serliga í økinum við Atlanta, vísur yvirlit hjá The New York Times. Har eru 118.147 smittutilburðir og 3.030 fólk eru deyð av smittuni, sambært hagtølum fyri í dag. Tólv sangir á føroyskum máli eru á plátuni, sum Jákup Zachariassen hevur framleitt. Jákup hevur eisini gjørt tey flestu løgini, tvey saman við Halli, eitt saman við Halli og Jessicu Joensen, og eitt lag saman við Pætur við Keldu. Harumframt eru tvey tøkuløg hjá Alan Taylor og Buck Owens við á útgávuni . Tekstirnar eiga Martin Joensen, Niclas Johannesen, Kemm Poulsen, Eyðun Nolsøe, Steintór Rasmussen, Andrias Justesen og Jákup Zachariassen. Plátan er tikin upp í 2019 í Starstruck Studio í Nashville og í JacZac í Føroyum. Fyri uttan Jákup Zachariassen eru flestu tónleikararnir úr Nashville, men Óli Poulsen, Høgni Lisberg og Eyðun Johannesen spæla eisini við á nøkrum løgum. Jessica Joensen, Kristina Bærendsen og Sámal Ravnsfjall syngja hvør sína duett saman við Halli, meðan Laila Carlsen, Herborg Zachariassen, Jón Svein Heinesen og Jákup Zachariassen syngja kór á fleiri sangum. Londini bæði eru strikað av listanum við londum, sum hava tamarhald á koronufarsóttini, og tí hevur ES hevur sett ferðabann í gildi aftur. ES ferðalistin verður dagførdur fjúrtanda hvønn dag, og í dag vórðu hesi bæði grannalondini á Balkan tikin av listanum fyri trygg lond. Nú klokkan níggju í morgun okkara tíð hittast stjórnarleiðararnir í ES fyri fyrstu ferð síðani koronakreppuna á topfundi í Brúsell. Stjórnarleiðararnir hava tvey samdøgur til at semjast um fíggjarkarmarnar hjá ES fyri næstu sjey árini. Harumframt skulu teir semjast um ein hjálparpakka ella endurreisingarætlan fyri evropeiska búskapin. Evropeiska ráðið hevur skotið upp, at fíggjarkarmurin verður 8.000 milliardir krónur næstu sjey árini. Hetta er væl meira enn núverandi fíggjarkarmur, hóast ES nú telur eitt land færri, eftir at Bretland fór úr ES. Harumframt hevur skjýtur evopeiska ráðið upp, at tað verður gjørdur ein endurreisingargrunnnur fyri tey øki og vinnugreinar í Evropa, ið vórðu harðast rakt av koronnukreppuni. Sambært uppskotinum skulu londini seta 5.600 milliardir krónur í grunnin. Av hesum skulu 3.750 milliardir krónur latast sum stuðul, ið ikki verður goldin aftur, og so skal restin 1.850 milliardir krónur, veitast sum lán. Sambært Danmarks Radio er danski forsætisráðharrin, Mette Fredriksen, farin til Brússel á topfund við einum ynski um, at fíggjarkarmurin skal vera knappar 200 milliardir krónur lægri næstu sjey árini. Harumframt skal øll upphæddin til endurreisingargrunnin latast sum lán, ið verður rindað aftur. Danmark rindar í dag umleið 20 milliardir krónur árliga til ES. Svøríki, Niðurlond og Eysturríki eru eisini lond, ið halda, at ansast skal væl eftir, at fíggjarkarmurin hjá ES ikki veksur ov nógv og at limalondini ikki skulu rinda meira til ES kervið. Tað heldur Conrad Gaard Joensen, sum 11. januar fór við danska tangaskipinum Laprouse hjá DS Norden og skuldi vera burtur í átta vikur. Nú meira enn hálvt ár seinni, roknar hann við at koma heim sunnudagin. Conrad Gaard Joensen kom í land í suðurkoreanska býnum Jusu í gjár. Hann er maskinmeistari umborð á tangaskipinum Laprouse hjá DS Norden. Ein av teimum heilt eyðkendu røddunum í útvarpinum er um at rigga av. Jóhann Mortensen hevur starvast í Kringvarpi Føroya í 36 ár, og nú hann er farin um tey sjeyti, er hann farin úr fasta starvi sínum. Men hann er framvegis líka virkin venur mestum hvønn morgun, gongur túrar, hevur bát, fiskar á vøtnum, er formaður í Bústøðum og hevur yvirhøvur ilt við at sita stillur. Náttúran og umhvørvisvernd hava altíð havt hansara stóra áhuga, og tað hoyrist aftur í sendingini Frítíð og náttúra, sum er vorðin eitt av hansara vørumerkjum. Hann viðgongur, at hansara áhugi fyri náttúruni botnar í, at hann er romantiskur av lyndi. Romantikkur er ikki bara at koma heim við blómum, men tað er eisini at síggja tað vakra í tilveruni, sigur Jóhann, sum heldur, at hansara lívsáskoðan er merkt av nøkrum grundvirðum, har tað snýr seg um at fáa øll við. Bretland fer so smátt at lata upp aftur 1. august, og í august sleppa arbeiðspláss at lata síni starvsfólk koma til arbeiðis aftur, skrivar BBC. Stjórnin heldur, at tað er trygt hjá fólki at fara aftur til arbeiðis frá 1. august, um arbeiðsgevarar taka tey neyðugu stigini fyri at fyribyrgja korona, sigur Boris Johnson. Tí skulu arbeiðsgevarar bert biðja starvsfólkini koma aftur til arbeiðis, um møguleiki er fyri frástøðu og so framvegis Men hann blandar seg ikki uppí, um fólk framhaldandi arbeiða heimanífrá, tað er upp til arbeiðsgevarar og starvsfólk at gera av, sigur hann. Men starvsfólk skulu halda ein metur frástøðu og hava avmarkað samband við hvønn annan. Forsætisráðharrin segði eisini, at lokalu myndugleikarnir í Bretlandi fáa meiri vald at gera av, hvussu tey skipa seg í sínum býum, og um tey seta nøkur bann í verk, alt eftir, hvussu støðan við korona er í býunum. Tok, metro og bussar fara eisini at koyra aftur sum vanligt. Matstovur og summar barrir lata upp í august, men náttklubbar og spælistøð vera stongd eina tíð afturat. Í oktober er ætlanin at loyva áskoraðum til dystir. Boris Johnson legði afturat, at allar ætlanirnar eru treytaðar av, at fólk skikka sær væl, annars verða ætlanirnar broyttar, og hann útilokar ikki lata okkurt aftur aftur, um tað verður neyðugt. Tey 142 ferðafólkini, sum vóru við flogfarinum, vórðu flutt á eina móttøkustøð á flogvøllinum í Oslo, og nógv løgreglufólk komu á staðið. Tey kanna enn flogfarið og avhoyra mannin. Starvsfólk umborð á flogfarinum funnu ein seðil, har tað stóð, at ein trygdarhóttan var umborð. Flogskiparin boðaði flogvøllinum í Oslo frá og lendi har, so skjótt, sum til bar. Tað hevur verið ein ógvuslig hending fyri ferðafólkini, sum annars hava tað fínt, og fólk vóru um tey á móttøkustøðini fyri at ugga tey. Ferðafólkini vórðu flutt í eitt annað flogfar. Fleiri hundrað kanningar kunnu verða gjørdar um tíman, siga granskararnir á Monash University. Tað skrivar South China Morning Post. Granskararnir hava søkt um fáa einkarrætt til kanningarháttin, og søkja eisini um stuðul frá fyritøkum og stjórnini í Avstralia nú. Ferðafólkatalið á flogvøllinum í Keypmannahavn er vaksið nógv seinastu tíðina. Nú eru umleið dupult so nógv, sum skulu kannast fyri korona á flogvøllinum, samanborið við síðsta mánað. Tað skrivar DR. Danmark tekur nú í móti ferðandi frá fleiri ymiskum evropeiskum londum, og tí er ferðafólkastreymurin nógv øktur. Øll ferðafólkini fáa tilboð um at verða kannað fyri korona á flogvøllinum. Region Hovedstaden í Danmark stendur fyri kanningardeplinum á flogvøllinum, og tað eru SAS starvsfólk, sum gera kanningarnar. Kanningarnar eru ókeypis fyri ferðafólk. Bæði danskarar og útlendingar kunnu lata seg kanna. Kanningin tekur umleið tveir minuttir og í seinasta lagi tríggjar dagar seinni, kunnu fólk lesa úrslitini á heimasíðuni sundhed.dk. Men kanningardepilin setur seg í samband við útlendingar, um tað vísir seg, at tey hava korona. Seinasta samdøgrið eru metnógv vorðin smittað, næstan 35.000 fólk. Og nú eru tilsamans fleiri enn ein millión fólk smittað við korona í India. Tað skrivar Reuters. India er sostatt á einum triðja plássi í heiminum fyri flestu koronatilburðir. USA er tað landið við flest koronatilburðum, síðani Brasil. Í høvuðstaðnum Delhi eru færri tilburðir nú, tí tey kanna fólk og seta fólk í sóttarhald, sum eru smittað ella hava verið í sambandi við smittaðar persónar. Men í øðrum býum í India veksa koronatilburðirnir. Nógvar ógvusligar vatnflóðir eru í Kina. Vatnflóðir eru keðiligar í sjálvum sær og elva til nógvan skaða og fleiri kunnu lata lív, men tær ávirka eisini arbeiðið at basa koronasmittuni, skrivar Reuters. Tað eru vatnflóðir í Kina á hvørjum ári, tí summarregnið gerst so ógvusligt, men í ár er tað serliga ringt. Hetta ávirkar eisini útflutning av vørum til umheiminum, ið verða brúktar til koronasmittuna. Í næstu viku verða ongar vørur útfluttar, og tað kunnu ganga tríggjar vikur, áðrenn vit aftur fáa vøru úr Kina, sigur amerikanski Michael Einhorn, sum eigur eina heilsølu í USA, sum selir eingangskiltar, handskar og tílíkt. Danskarar vórðu ávirkaðir sálarliga, serliga, tá ið korona stóð uppá tað ringasta í mars mánaði. Tað vísa kanningar, sum granskarar hava gjørt í vár, sambært DR. Professarin Søren Dinesen á Aarhus universiteti hevur saman við professarum á Syddansk Universitet og universitetinum í Keypmannahavn, gjørt spurnarkanningar um trivnaðin hjá fólkum í vár. Fyrsta kanningin var í mars mánaði, og tá trivust fólk illa. Nógv vórðu smittað við korona og deyðatalið var hægst um hetta mundið. Trivnaðarkanningar verða javnan gjørdar í Danmark, og um mann samanber kanningina í vár við undanfarin á, vóru fólk nógv meira tunglynt, høvdu angist og vórðu ørkymlað. Tey blivu millum annað spurd um tey kendu seg frísk, úthvíld, hvussu tey høvdu tað, tá ið tey vaknaðu um morgnarnar, og hvussu tey sóu uppá lívið. Heimsheilsustovnurin WHO hevur gjørt spurnablaðið, og tað hevur verið brúkt í 30 londum. Síðst í apríl gjørdu tey somu kanning við somu fólkum, og tá vóru fólk longu eitt sindur glaðari aftur, høvdu minni angist og betri mót uppá gerandisdagin, sigur Søren Dinesen. Professarin Anders Korsgaard, sum arbeiðir á kreppudeildini á Ríkissjúkrahúsinum, sigur, at tað gevur góða meining, at fólk trívast betri aftur so skjótt. Bæði sum einstaklingar og sum samfelag hava vit ótrúlig evni at tillaga okkum og koma fyri okkum aftur eftir ógvusligar hendingar og kreppur, sigur hann. Ein sakførari, sum arbeiðir fyri anti mutur rørsluna FBK hjá Navalnyj, hevur almannakunngjørt sjónbandaupptøku av løgregluni, tá hon tók seg inn í skrivstovuhølini í Moskva. Løgreglan hevur avhoyrt 44 ára gamla Navalnyj, og sambært Navalnyj, hevur hann fingið forðbð fyri at fara úr Moskva fyri at reka valstríð og skipa tiltøk undan landspartavalunum í september. Hetta er ikki fyrstu ferð, at russiska løgreglan ger húsarannsókn hjá Navalnyj, og heldur ikki fyrstu ferð, at andstøðuleiðarin er uppi í einum revsimáli. Meðan donsku pensjónskassarnir seta milliardir av krónum í íbúðarbygging, so hava føroysku pensjónskassarnir framvegis ikki so frægt sum ein politikk á økinum. Vit sleppa ikki undan at vísa umheiminum, hvørjum parti Føroyar eru í, og kostar tað eina fríhandilsavtalu við Kina, mugu føroyingar liva við tí, sigur hann. Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, heldur ikki, at fríhandilsavtalan er farin fyri skeyti, nú Føroya Tele hevur vrakað Huawei. Vit skulu ikki føra politikk, men byggja skip, tá tíðin er hin rætta, sigur royndi reiðarin, sum tó óttast at ov lítið verður til nýggju aktørarnar, tá heildarkvoturnar fara at minka aftur. Vit tosa við Eyðun Olsen, stjóra í Vestmanna Fiskavirki, sum fekk stóra menningarkvotu undir síðstu samgongu, og nú skal fóta sær í nýggja fiskivinnupolitikkinum. Og vit tosa við Jacob Vestergaard, landsstýrismann í fiskivinnumálum, sum nú skal leggja seinasta kortið í fiskivinnukabalini, tá hann í næstum býtir út uppsjóvarkvotur til nýmenning og ískoytiskvotur. Vit spurdu Búskaparráðið, hvussu broytti fiskivinnupolitikkurin ávirkar føroyska samfelagið og inntøkur landskassans, men tey bóru seg undan at svara í dag. Eitt 45 ára gamalt oljutangaskip við meira enn einari miljón tunnum av olju umborð liggur og rustar í Reyða havinum út fyri strondina í krígsherjaða landinum, Jemen. Tangaskipið, FSO Safer, er endað í bíðistøðu undir krígnum í Jemen, og eingin hevur røkt skipið í fleiri ár. ST trygdarráðið fekk í vikuni frágreiðing um støðuna og ávarar nú um eina vanlukku. Skipið er 362 metrar lang og er smíðað í Japan í 1970 unum. Jemen keypti skipið í 1980 unum, og tað hevur síðani ligið fyri akker og er brúkt sum goymsla til olju, sum er fingin úr jørðini inni í landinum. Tá kríggið brast á í Jemen, steðgaði oljuframleiðslan og eisini viðlíkahaldið. Og skipið hevur ligið við meira enn einari miljón tunnum av olju umborð. Lekur øll oljan út í havið, verður oljudálkingin fýra ferðir størri, enn Exxon Valdez dálkingin út fyri strondina í Alaska í 1989, sum er hildin at vera størsta oljuvanlukka í heimssøguni higartil. Reyðahavið er lutfalsliga afturlatið havøki við smala Bab el mandeb sundinum sunnast og Suez veitini longst norðuri. Houtiuppreistrarfólk við stuðli frá Iran hava valdið í økinum, har FSO Safer liggur fyri íla, og tey hava higartil ikki latið ST kannað skipið. Sambært ST, vilja houtiararnir fyrst hava trygd fyri, at teir kunnu selja oljuna, sum er umborð, og fáa pengarnar fyri hana. Men stjórnin í Jemen, sum fær stuðul frá Saudiarabia, sigur seg eiga oljuna. Fíggjarligu avleiðingarnar av koronukreppuni kunnu noyða 50 milliónir afrikanarar út í stórt fátækradømi, ávarar afrikanski menningarbankin um. Umleið triðingurin av fólkinum í Afrika, 425 milliónir fólk, fara væntandi í 2020 at liva undir altjóða fátækramarkinum, sum er 1 dollari og 90 cent um dagin, tað er minni enn 13 krónur. Eftir Kyrrahavsoyggjarnar er Afrika tað meginlandið, sum er minst rakt av koronu, við umleið 500 túsund smittutilburðum og 11.700 deyðum av smittuni. Atljóða gjaldoyragrunnurin, IMF, metti í farna mánaði, at Afrika sunnan fyri Sahara fer at uppliva stóra afturgongd, og at bruttotjóðarúrtøkan BTÚ minkar niður í 3,2. Og inntøkurnar minka niður á stigið, sum tað var í 2010. Landsstýrið eigur at seta fleiri pengar í tunnilstoymið hjá Landsverki, so koyrandi verður í Dalstunnlinum um trý ella fýra ár. Tað segði Sigurð Lamhauge, stjóri á Landsverki, í útvarpinum í vikuni. Í heyst verður farið undir at bora Dalstunnilin, men við verandi játtan, 9 milliónir krónur, verður tunnilin neyvan liðugur fyrrenn um seks ár. Men verða 20 milliónir krónur settar av, so verður Dalstunnilin liðugur um trý ella fýra ár. Jørgin Niclasen, landstýrismaður í fíggjarmálum, vil tó ikki lova hægri játtan til tunnilstoymið. Kjakast verður um børn við tekin um autismu, dovnar makar, dupultlív í parlagnum, klandur millum systkin, og um lærugreinin Kristindómur burdi iti Átrúnaður í fólkaskúlanum Sum fráleið fingu tey føroysku skipini vápn at verja seg við í krígnum. Tað kom væl við í summum førum. Eitt nú skeyt skiparin á sluppini Thor ein týskan flúgvara niður við skotlandsstrondina. Hann bleiv gjørdur member of British Empire. Skiparin á Sjóvøuni fekk eisini bretskan heiður. Álopini á landi gjørdu alt størri skaða. Saltsilan á Tvøroyri varð sprongd í luftina í august 1941, og um sama mundið løgdust týskir flúgvarar á teir stóru vitarnar í Mykineshólmi og á Borðuni við sínum bumbum. Landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, hevur fingið tilmæli frá navnanevndini við uppskotum um, hvussu tey trý sjúkrahúsini í Sjúkrahúsverki Føroya skulu eita. Navnakappingin var almenn, og okkurt um 200 uppskot vóru komin inn, tá evsta mark var í juni, uppskot um nýggj nøvn og uppskot um at varðveita verandi nøvn. Í treytunum fyri navnakappingini stóð, at tað kann annaðhvørt vera sama navn til øll trý sjúkrahúsini við undirheitum, sum vísa til økini Klaksvík, Tórshavn og Tvøroyri, ella trý ymisk nøvn, sum hóska saman. Í fíggjarlógini fyri 2020 eru 500.000 krónur til felags heimasíðu, felags búmerki og felags visjón fyri Sjúkrahúsverkið. 10.000 krónur verða latnar í virðisløn. Sambært Sjúkrahúsverkinum er ætlanin ikki at beina brævbjálvar og annað prent, seingjarklæðir og búnar burtur, tí nøvnini verða broytt. Broytingarnar koma, so hvørt nýtt prent og nýggj pløgg verða keypt. Alexandra á Dul er stjóri á Klaksvíkar sjúkrahúsi, og forkvinna í stýrisbólkinum fyri felags samleika í Sjúkrahúsverki Føroya. Ein norskur bátur, sum roynir í landnyrðing úr Fugloynni, boðaði mikudagin føroysku myndugleikunum frá, at seglbáturin hevði rikist á somu leiðini norðan fyri Fugloynna í tveir dagar. Myndugleikarnir hildu okkurt var áfatt, tá samband ikki fekst við einsamalla mannin umborð á seglbátinum, og bjargingartyrla og Tjaldrið vórðu tí send til seglbátin. Tað vísti seg tó, at einki var áfatt hjá manninum, sum er einsamallur umborð á seglbátinum, sum er seks metrar langur og ein metur breiður. Løgreglan hevur í nátt kannað skeinkistøð í Klaksvík, Runavík, Fuglafirði og á Tvøroyri, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn. Kannað varð, hvussu nógv fólk vóru á teimum ymisku skeinkistøðunum, og løgreglan minti eisini gestirnar á, at halda neyðuga frástøðu. Øll skeinkistøðini, sum vórðu kannað í nátt, hildu ásetingina um afturlating, og klokkan 2 45 høvdu øll tey kannaðu skeinkistøðini latið aftur. Tilsamans 55 bilar vórðu steðgaðir. Eingin bilførari varð ákærdur fyri at koyra ávirkaður í Syðrugøtu, og heldur ikki aðrastaðni í landinum, sigur vakthavandi á politistøðini. Alsamt færri fólk eru í serligu lønarískoytisskipanini hjá Arbeiðsloysisskipanini. Nú eru 758 fólk í skipanini. Fyri einum mánaði síðan vóru tey 1.590. Tá flest fólk vóru í skipanini, tann 4. apríl, vóru tey tilsamans 4.320. Nærum helmingurin av teimum, sum eru í lønarískoytisskipanini, eru úr Suðurstreymoy. Føroyameistaraheitini í talvi fyri einstaklingar verða í Løkshøll í august. Vanliga hevur kappingin verið telvað um páskirnar, men tí forðaði korona fyri. Landsliðsbólkurin verður mannaður av átta teimum hægst styrkismettu telvarunum, og umframt at telva um FM heitið, telva hesir eisini um pláss á føroyska OL liðnum og um at verða føroyska umboðið í Small Nations talvkappingini. 1. bólkur er mannaður av átta teimum næstu telvarunum, og restin telvar í almenna bólkinum. Eisini telva unglingar um unglingaføroyameistaraheitið. Óalment FM fyri børn verður fyri fyrstu ferð, og er fyri børn og ung uttan styrkistal. FM fyri veteranar, sum eru 50 ár og eldri, verður eisini hildið. Talið á fólki, sum eru deyð av COVID 19, er nú farið upp um 600.000, skrivar BBC News. Samstundis eru nú fleiri enn 14 milliónir fólk í heiminum smittað, og umleið helvtin frísk aftur. Tað er minni enn ein mánaður síðani, at deyðatalið í heiminum fór upp um eina hálva millión. Tað hendi 28. juni, tá samlaða smittutalið eisini fór upp um 10 milliónir fólk. Tað eru ikki meira enn fýra dagar síðani, at samlaða smittutalið í heiminum var 13 milliónir. Sostatt eru staðfestir 10.000 nýggir tilburðir hvønn tíma síðstu fýra dagarnar, skrivar Reuters. Talið á fólki, sum hava fingið COVID 19, er nú tríggjar ferðir tað, sum á hvørjum ári verður skrásett sum álvarsligar eftirsjúkur av beinkrími, skrivar tíðindastovan Ritzau. Í londum, har avmarkað kanningarorka er, er talið neyvan eftirfarandi. Serfrøðingar halda, at bæði deyða og smittutølini í heiminum eru størri enn tað, sum myndugleikarnir hava skrásett, sambært Reuters. Heimsheilsustovnurin, World Health Organization, ávaraði mánadagin um, at koronukreppan kann fara at gerast verri, enn hon er í løtuni. Aðalskrivarin hjá WHO, Tedros Adhanom Ghebreyesus, segði, at tað tíverri gongur tann skeiva vegin í nógvum londum, og at stjórnirnar í londunum taka ikki ábyrgd. USA er framvegis tað landið í heiminum, har flest deyð og smittað eru. Har eru tilsamans 139.000 fólk deyð, og 3,6 milliónir fólk smittað við COVID 19. Seinasta samdøgrið eru meira enn 100 nýggir tilburðir staðfestir í Hongkong, og myndugleikarnir hava boðað frá nýggjum tiltøkum, ið skulu tálma smittuni. Carrie Lam lýsir støðuna í Hongkong sum sera álvarsliga , og eingi tekin eru um, at tamarhald fæst á støðuni, sum hon orðar seg sambært BBC News. Myndugleikarnir ætla at kanna 10.000 fólk um dagin, og at noyða fólk at brúka masku innandura á almennum støðum eitt nú í handilsmiðstøðum. Hetta er longu eitt krav í almennu samferðsluni. Nýggju og herdu tiltøkini koma í kjalarvørrinum á, at myndugleikarnir í Hongkong í síðstu viku stongdu skeinkistøð, venjingarmiðstøðir og noyddu matstovur at steingja klokkan seks um kvøldið. Tað hava annars verið lutfalsliga fáir tilburðir í Hongkong síðani COVID 19 smittan tók seg upp, tí strong tiltøk vórðu sett í verk longu í januar. Hinvegin eru nógvir tilburðir staðfestir í Hongkong í seinastuni, skrivar BBC News. Bara tær báðar síðstu vikurnar eru 500 nýggir tilburðir staðfestir í Hongkong. Vit selja í løtuni bara 40 50 prosent av ti, sum er vanligt hjá okkum hesa árstíðina, men vit hava kortini góðar vónir til hesar næstu mánaðirnar. Felagið hevur síðstu tríggjar mánaðirnar sagt nógvum fólkum úr starvi, og hóast sølan bara er ein part av tí, hon vanliga er hesa tíðina, er stjórin hjá Atlantic Airways bjartskygdur. Umsetningurin hjá okkum er nógv ávirkaður, og alt er óvist í løtuni, men vit hava lagað okkum til hesa broyttu støðuna, sigur Jóhanna á Bergi. Enn ber ikki til at siga, um føroyska flogfelagið noyðist at siga enn fleiri fólkum úr starvi, nú virksemið bara er ein part av tí, felagið annars hevði roknað við. Tað er ikki bara á teimum vanligu rutunum, at sølan hjá Atlantic Airways er minkað nógv síðstu tíðina. Tað er eisini langt millum leigutúrarnar í hesum døgum. Vit flúgva so at siga ongar leigutúrar í løtuni. Bara onkran hendingatúr nú og tá, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, við útvarpið. Tríggir tilburðir av koronu eru staðfestir í Føroyum. Tað boðaðu heilsumyndugleikarnir frá fyri lítlari løtu síðani. Í løtuni eru trý fólk staðfest smittað. Tað upplýsir landslæknin, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk, á heimasíðuni, corona.fo. Teir tríggir tilburðirnir vórðu staðfestir á flogvøllinum í gjár. Talan er um eina útlendska familju, sum kom við sama flogfari til Føroya. Øll trý eru nú avbyrgd, og landslæknin er byrjaður at smittuspora. Talið av smittaðum í USA er vaksið støðugt síðani mai, tá tey ymisku stakríkini so smátt lótu upp aftur fyri at fáa ferð á aftur búskapin. Í stakríkjunum, Arizona og Texas, eru so nógv fólk deyð, at heilsumyndugleikarnir mugu goyma lík í kølibilum, tí líkhúsini eru full. Tilsamans 3,7 milliónir fólk í USA hava fingið staðfest COVID 19, og næstan 140.000 fólk í landinum eru deyð av smittuni, vísa nýggj tøl hjá Johns Hopkins University. Umleið ein fjórðingur av øllum smittutilburðum í heiminum eru nú skrásettir í USA. Brasil, India og Suðurafrika eru eisini hart rakt í løtuni. Bogi Krossteig kavaði leygardagin niður til vrakið av russiska trolaranum, Olshanu, sum sakk við Flesjarnar í 2007. Sostatt gjørdist hann tann fyrsti, sum hevur verið við vrakið og sæð tað við egnum eygum, síðan tað sakk fyri 13 árum síðani. Tað var faktiskt ólukksáliga spennandi, sigur Bogi Krossteig um løtuna, tá hann gjørdist fyrsti føroyingurin, sum hevur verið niðri hjá russiska trolaranum, sum liggur á 78 metra dýpið. Veðrið argaði, men aðru ferð eydnaðist Tað var seinnapartin leygardagin, at Bogi og eini 10 onnur settu kós móti Flesjunum. Veðrið hevði forðað fyrstu royndini at kava hósdagin, men leygardagin eydnaðist tað. So hvørt sum dýpdarmetrarnir gjørdust fleiri, vaks eisini spenningurin. Tá vit komu niður á 44 metrar, sóu vit mastrina, og tá vistu vit, at nú vóru vit her, sigur Bogi Krossteig, sum ætlar sær niður aftur til Olshanu. Alsamt fleiri lond seta nú sum krav, at fólk skulu brúka munnbind, tá tey eru úti, og Danmark kann gerast næsta staðið, har hetta verður kravt. Hendir tað, eru sannlíkindini fyri, at tað eisini hendir í Føroyum, rættiliga stór. Seinastu tíðina hava fleiri statir í USA og avstralski stórbýurin, Melbourne, sett í gildi krav um, at fólk skulu brúka munnbindið, tá tey fara heimanífrá. Í Fraklandi og Stórabretlandi verða líknandi tiltøk eisini sett í gildi í næstu viku. Kravið um at brúka munnbind er enn ikki komið til Danmarkar, men tað kann tað í heyst, heldur í øllum førum Jens Lundgren, sum er professari í infektiónssjúkum á Ríkissjúkrahúsinum. Tá smittubreiðslan aftur fer at økjast í Danmark, vænti eg, at vit fara at síggja viðmæli um, at fólk skulu brúka munnbind í Danmark, sigur Jens Lundgren, professari, við DR. Tá danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, luttók í ES toppfundinum í Brússel um vikuskiftið, brúktu allir stjórnarleiðararnir munnbind. Beint nú er smittutrýsið í Danmark lágt, men næsta bylgjan av koronusmittuni kann koma í heyst. Um miðjan mars høvdu einans 10 lond sett í gildi krav um, at fólk skulu brúka munnbind. Nú er talið 130. Samráðingar hava verið alt vikuskiftið og í alla nátt, men hóast tað er enn stór ósemja um langtíðar fíggjarætlanina fyri koronugrunnin. Grunnurin skal skumpa undir evropeisku búskapirnar, sum eru hart raktir av koronakreppuni. Ætlanini er, at ES londini í felag skulu læna 5.600 milliardir krónur til grunnin. Peningurin skal skilmarkast teimum londunum, sum eru harðast rakt av koronafarstóttini. Men londini stríðast um, hvussu stórur partur av pengunum skulu latast sum tilskot og takast sum lán. Upprunaliga skuldu tveir triðingar av pengunum, 3.722 milliardir krónur, latast sum tilskot, men Danmark er saman við Hollandi, Eysturríki og Svøríki ímóti, at pengarnir skulu latast sum tilskot, ið ikki skal gjaldast aftur. Tí kravdi Mette Frederiksen, forsætisráðharri, í gjár, at ES stjórnarleiðararnir finna eina skilagóða javnvág millum lántøku og tilskot. Sambært DR, so er í skotið upp í morgun, at tilskotsparturin verður skorin niður til 2.900 milliardir krónur. Tað skulu stjórnarleiðararnir so gruna yvir inn til teir hittast aftur seinnapartin. The Beatles riðu á einum óvanligum aldukambi miðskeiðis í sekstiárunum. Alt sum teir tókust við eydnaðist. Tónleikurin var fagnaður víða um heim, og rómurin á konsertframførslunum gjørdist alt meira ruðulleikakendur. Í hesum parti verður greitt frá árunum 1964 65. Pláturnar A hard days night , Beatles for sale og Help komu hesa tíðina. Sunleif Rasmussen, Bjarni Restorff, Niclas Johannesen, Rói Patursson, Hanus Andreassen, Heri Kragesteen, Jóhannus á Rógvi Joensen og Zacharias Sørensen greiða frá í sendingini. Í 1965 ger bretska kongshúsið av at heiðra The Beatles við MBE heiðurstekninum. Beatlarnir eru um at kódna í berari fólkaeydnu, og í teimum fer at búnast ein longsul eftir størri persónligum og tónlistarligum frælsi. Í 1965 standa teir á mótinum millum tað farna og tað nýggja. Í hesari sendingini verður millum annað farið at leggja undir sjóneyku dygdirnar hjá teimum fýra beatlunum. Hvat meta menn um teir sum instrumentalistar, sangarar og tónaskald Umframt flestu teirra, sum higartil hava havt orðið í sendingunum, fara Óli Poulsen, Eyðun Nolsøe, Martin Mouritsen, Edvard Nyholm Debess, Jørgin Dahl, Martin Joensen, Kaj Johannesen, Jónleif Jensen og Djóni Andreasen at bera fram sína hugsan. Frítíð og náttúra var í juni ein ríðitúr saman við miðvinginum, Thomas Hans G rdlykke, sum er reiðmaður, gamal røktingarmaður, sílafiskari og var vanur at fleyga lunda. Vit, Thomas Hans, ríða úr Miðvági fram eftir Vørðunum í hesum fyrsta partinum. Thomas Hans greiðir frá støðum á vegnum, fjallagøtuni, ríðing í Vágum og øðrum náttúrfyribrigdum. Hoydalsá er ein av teimum fýra stóru áunum í Havnini. Hon var ein góð sjósílaá, men hon hevur verið fyri bakkøstum, og í dag fiskar nærum eingin har, hon rennur á sjógv í Boðanesgjógv. Pláturnar Rubber Soul og Revolver, sum komu í 1965 og 1966, varskógvaðu ta tónlistarligu kollvelting, sum The Beatles seinni festi í. Tónleikurin á hesum forvitnisligu útgávunum verður umrøddur í hesari sending. Greitt verður eisini frá seinastu konsertferðunum hjá bólkinum í 1966. Vit hoyra millum annað Niclas Johannesen, Eyðun Nolsøe, Bjarna Restorff, Martin Joensen, Kaj Johannesen, Hanus Andreassen, Róa Patursson, sangarar í Tórshavnar Manskóri og upptøkur úr Liverpool. Í hesari sendingini, sum er tann næstsíðsta í røðini, verður høvuðsdenturin lagdur á slóðbrótandi útgávuna Sgt. Pepper, sum kom í 1967. Útgávan eftir hana, Magical Mystery Tour, verður eisini umrødd. Nortið verður eisini við aðrar tilburðir hesi árini, eitt nú tá beatlarnir dvøldu í India hjá Maharishi Mahesh Yogi, sum stovnaði transcendentalu meditatiónsrørsluna. Niclas Johannesen, Óli Poulsen, Sunleif Rasmussen, Eyðun Nolsøe, Jóhannus á Rógvi Joensen, Zacharias Sørensen, Jørgin Dahl, Rói Patursson, Hanus Andreasen og Heri Kragesteen greiða frá. Seinastu plátuútgávurnar hjá The Beatles, White Album, Let it be og Abbey Road, verða umrøddar í hesari seinastu sendingini í røðini. Tónlistakønir royna at greina serliga sanggávusmíðið hjá Lennon og McCartney. Nortið verður eisini við aðrar tilburðir, sum beatleslimunum vóru fyri árini 1968, 69 og 70. Niclas Johannesen, Eyðun Nolsøe, Bjarni Restorff, Jóhannus á Rógvi Joensen, Sunleif Rasmussen, Óli Poulsen, Stanley Samuelsen, Jørgin Dahl, Edvard Nyholm Debes, Martin Mouritsen, Martin Joensen, Hanus Andreassen, Rói Patursson og Heri Kragesteen greiða frá. Eisini hoyra vit sangarar í Tórshavnar Manskóri. Tað veit enska blaðið the Observer at siga. Blaðið hevur fingið hendur á samskifti millum bretsku stjórnina og stjórar hjá kinesiska telerisanum Samskiftið vísir, at Huawei fekk at vita, at altjóða stórpolitikkur var ein av orsøkunum til, at fyritøkan varð útihýst, men eisini at avgerðin kann verða endurskoðað, um Donald Trump tapir forsetavalið og fíggindaligi politikkurin hjá USA mótvegis Kina verður linkaður. Í síðstu viku søgdu ráðharrar, at Huawei var útihýst, tí bretska miðstøðin fyri teldutrygd, NCSC, var stúrin um trygdina eftir, at nýggjar upplýsingar vóru komnir undan kavi. Í undirhúsinum segði bretski ráðharrin í talgildingarmálum, Oliver Dowden, at avgerðin er grundað á broyttu váðametingina hjá NCSC. Av tí, at Huawei ikki longur sleppur at keypa útgerð frá USA og má fáa hana aðrastaðni frá, verður mett, at trygdin ikki er nøktandi, greiddi hann frá. Trump segði fyri nøkrum døgum síðani, at hann er orsøkin til, at Bretland vrakar Huawei sum 5G veitara. Vit, serliga eg, hava yvirtalað fleiri lond til ikki at brúka Huawei, tí vit halda, at kinesiska Huawei er sera ótrygt, segði forsetin á tíðindafundi í Hvítu Húsunum. Eg havi sagt við londini, at um tey vilja samstarva við okkum USA , so kunnu tey ikki brúka Huawei til 5G net, segði Donald Trump. Tey trý fólkini, sum fingu koronusmittuna staðfesta, tá tey komu til Føroya við flogfari leygardagin, hava virkið COVID 19 virus, vísa nýggjar kanningar, sum eru gjørdar. Fólkini eru avbyrgd og skulu vera í sóttarhaldi í 14 dagar. Tey eru í einum húsum, sum tey høvdu leigað í Føroyum. Fólkini eru útlendsk ferðafólk og í familju hvørt við annað. Tey, sum sótu í tveimum røðum framman fyri og tveimum røðum aftan fyri tey smittaðu og í tveimum røðum í hinum borðinum, skulu kannast. Kommunufelagið hevur sent fundarboðini, og tey eru eisini farin til SEV. Týsdagin í farnu viku vóru umboð fyri kommunurnar og SEV á fundi við Umhvørvis og Vinnumálaráðið og Umhvørvisstovuna. Fundurin kom í lag eftir áheitan frá Kommunufelagnum, sum hevði frætt, at arbeiðið við at skilja SEV sundur var farið í gongd longu í februar, uttan nakra kommunala luttøku yvirhøvur, sigur Kommunufelagið. Felagið kann als ikki góðtaka, at hetta arbeiðið verður gjørt uttan um kommunurnar, tí kommunurnar eiga SEV. Kommunufelagið og SEV hava fingið at vita, at eitt sjálvstøðugt interkommunalt lutafelag skal eiga netið. Landsstýrið skal góðtaka viðtøkurnar hjá lutafelagnum. SEV hevur, sum er, loyvi til at reka netið. Feløg, sum gera ella selja streym, millum annað SEV, kunnu ikki eiga netfelagið. Netfelagið kann ikki eiga feløg, sum gera ella selja streym. Netfelagið skal stovnast í seinasta lagi 31. desember 2021, ætlar landsstýrið. SEV heldur ikki, at ein sundurskiljing setir meira ferð á grønu kósina. Tvørturímóti kann ein sundurskiljing, sum ikki er nóg væl fyrireikað, hava við sær eina dýrari og meira óstøðuga el skipan í Føroyum. Lánini, sum SEV hevur, hava eisini ta treyt, at bygnaðurin hjá SEV ikki verður broyttur. Ósemjan um fíggingina av korona endurreisingar grunninum, sum verður 5.600 milliardir krónur, pilkar við sjálvan grundvøllin í ES samstarvinum. Summarið 2020 gjørdist fyrsta summarið í 18 ár, at G festivalurin ikki varð fyrskipaður í Syðrugøtu. Koronafarsóttin gjørdi, at hugnaligi festivalurin mátti avlýsast. Hetta tók ikki pippið heilt frá Una Leitisstein Hansen, hóast tað var nærvið, og hann parkeraði ein KVF bil við Sandin í Syðrugøtu og sendi tveir tímar beinleiðis útvarp um G festivalin. Í sendingini eru samrøður við fólk, ið eru miðsavnandi í G festivalinum, og har G festivalurin hevur verið miðsavnandi fyri tey. Og so verða nakrar av bestu konsertupptøkunum, sum eru gjørdar í sambandi við G festivalin millum ár og dag eisini spældar. Í sendingini verður tosað við Sólarn Solmunde, Tótu Árnadóttir, Kára Sverrisson, Ólavur Jákupsson, Hera Nolsøe, Oluffu Joensen, Maritu Klein Joensen, Michael Anthony Charles, Høgna Lisberg, Knút Háberg Eysturstein og Jan Rúna Poulsen. Tað eru heiluvágsfyritøkurnar BioNteck, Pfizer og Valneva, sum í felag hava gjørt koronukoppsetingina. Tað skrivar BBC á heimasíðuni. Tað er ikki greitt enn, um ella hvør koppseting fer at rigga. Í løtuni verður koppseting mett sum besta boðið at koma koronuvirusinum til lívs. Í løtuni verða kliniskar royndir gjørdar við meir enn 20 koppsetingum kring heimin. Bretland hevur við seinastu avtaluni tryggjað sær atgongd til tríggjar koppsetingar, sum eru ólíkar. Kate Bingham, leiðari í koppsetingarbólkinum hjá stjórnini, fegnast um, at fleiri koppsetingar eru, sum hava góð útlit, men ávarar ímóti bláoygdum bjartskygni. Veruleikin er, at vit kanska ongantíð fáa eina koppseting. Um vit fáa eina, kann tað vera, at hon ikki steðgar smittu, men minkar um sjúkutekinini. Um vit fáa eina effektiva koppseting, verða tað heilsu og almannastarvsfólk, og tey í vandabólkinum, sum standa fremst, sigur Kate Bingham sambært BBC. ES stjórnarleiðararnir eru komnir ásamt um, hvussu koronu endurreisingargrunnurin skal síggja út, eftir at hava tingast í fýra samdøgur, skrivar BBC. Semjan hevur við sær, at samveldið bjóðar umleið 5.500 milliardir í stuðli og lánum fyri at hjálpa londum at koma fyri seg eftir koronukreppuna. Samráðingarleiðarin, Charles Michel, sigur, at semjan er avgerandi fyri Evropa, meðan franski forsetin, Emmanuel Macron, kallaði semjuna søguliga. Samráðingarnar byrjaðu fríggjadagin, og ósemja var skjótt millum tey londini, sum vórðu harðast rakt av koronu, eitt nú Spania og Italia, og tey, sum óttaðust fyri kostnaðinum av hjálpargrunninum, til dømis Danmark og Holland. Kjarnin í endurreisingargrunninum er ein stuðulsupphædd uppá góðar 3.000 milliardir, ið skal nýtast sum stuðul til tey limalondini, sum eru harðast rakt av koronu. Semja var eisini funnnin um sjey ára fíggjarætlanina hjá ES. Myllurnar hjá SEV, sum skulu setast upp í Porkerishaganum, eru komnar til Føroya. Eitt farmaskip er komið á Drelnes við vindmyllunum, skrivar Tvøroyrar kommuna á sínari heimasiðu. SEV upplýsir, at tær sjey myllurnar, sum tilsamans eru 6,3 megawatt, verða settar upp saman við einari battarískipan og einum synkronum kompensatori, sum tryggja javna elorku. SEV fer tí av og á at sløkkja motorarnar á Vágsverkinum, tá nóg nógvur vindur er, heldur enn at hava teir gangandi til reiðar at taka yvir, um vindurin brádliga minkar. Vindfelagið Neshagi, sum er dótturfelag hjá SEV, fekk loyvi at byggja vindmyllulundina í Porkerishaganum í kapping við niðurlendskt felag. Vrakið er hjá Akstovuni, men summarfrítíðin ger, at stundir hava ikki verið enn at kanna tað. Men tað verður seinni í hesari vikuni. Bretland svarar nú aftur uppá nýggju trygdarlógina, sum varð samtykt í Hongkong í juni, sum millum annað gevur møguleika fyri lívslangari fongsulsrevsing fyri uppreistur ella roynd at loysa. Nýggja lógin fekk nógvar ákoyringar í vesturheiminum, og verður sædd sum ein roynd at steðga mótmælunum og demokratisku rørsluni, sum hava verið seinasta árið. Bretland hevur tikið avgerðina, hóast Kina hevur hótt við einum svari. Bretland hevur kallað lógina fyri eitt brot á altjóða skyldurnar, sum Kina hevur. Bretland hevur havt eina útflýggingaravtalu við Hongkong seinastu 30 árini, men avtalan verður nú steðgað, tí bretar stúra fyri, at fólk, sum eru útflýggjað, kunnu verða send víðari til Kina. Samstundis finst bretski uttanríkisráðharrin, Dominic Raab, at kinesisku viðferðini av muslimska Uighur minnilutanum í Xinjiang landslutinum. Tá Bretland handaði Hongkong aftur til Kina í 1997, varð lovað, at býstaturin skuldi varðveita eitt ávíst sjálvstýri. Millum annað skuldi Hongkong hava eitt sjálvstøðugt rættarverk. Men Kina hevur brotið hesa avtaluna, heldur Bretland. Tí hevur Bretland bjóðað umleið trimum milliónum fólkum í Hongkong at flyta til Bretlands og fáa ríkisborgararætt. Kina hevur ávarað Bretland ímóti at blanda seg upp í tað, sum Kina sær sum innanlands viðurskifti. Tað er ikki bara Hongkong, sum hevur elvt til ósemju millum stórveldini bæði. Í síðstu viku avgjørdi bretska stjórnin, at kinesiska telefyritøkan, Huawei, ikki sleppur at vera við, tá 5G fartelefonnet skal gerast í Bretlandi. Tann avgerðin varð tikin, eftir at USA setti Huawei á svartalista, og skuldsetti telefyritøkuna fyri at vera knýtta at kinesiska statinum. Amerikanski forsetin, Donald Trump, hóttir við at senda fleiri samveldisløgreglufólk til fleiri býir í USA, sum Liberalu Demokratarnir stjórna, til dømis Chicago og New York. Tað skrivar tíðindastovan hjá Ritzau. Forsetin heldur, at leiðararnir í býunum hava verið bangnir fyri at steðga mótmælum, sum hava verið í seinastuni. Eisini rósar Donald Trump samveldisløgregluni fyri mátan, sum hon hevur handfarið mótmæli í Portland í statinum, Oregon. Løgreglufólk vórðu send til býin fyri tveimum vikum síðani Tá vóru framvegis mótmæli móti rasismu og løgregluharðskapi, eftir at litti amerikanarin, George Floyd, doyði, tá hann varð handtikin í mai, eftir at ein løgreglumaður trýsti knæið niður á nakkan á George Floyd í meir enn átta minuttir. Mótmælisfólk eru óð um, at samveldisløgreglan hevur steðgað mótmælum og handtikið mótmælisfólk. Eisini lokalu politikararnir eru ónøgdir um útsendu løgregluna, og halda, at hon er við til at økja um ófriðin. Guvernørurin í Oregon, Kate Brown, hevur funnist at tí, sum er hent í Portland. Hon kallar tað fyri grova valdmisnýtslu frá stjórnini, sambært Reuters. Men atfinningarnar rína ikki við Donald Trump. Vit hava handtikið nógv fólk og sent mótmælisleiðararnar í fongsul. Talan er um anarkistar, sigur Donald Trump sambært bretska kringvarpinum, BBC. Men hvaðan kemur streymurin, og hvussu líður við at sleppa av við oljuna í streymframleiðsluni Eisini geva serfrøðingar okkum góð ráð um, hvussu vit kunnu tálma streymnýtsluni til frama fyri bæði pengapung og umhvørvi. Luttakarar Kári Mannbjørn Mortensen, Bjarti Thomsen, Eyðun Eliasen, Bjarni Kjærbæk Glasið, sum verður skilt frá húsarhaldsburturkastinum, kann latast inn á kommunalu endurnýtsluplássunum. Enn eru allar kommunur ikki við í tiltakinum. Allar glasfløskur, gløs at drekka úr og glaskrukkur kunnu latast til endurvinning. Eisini ber til at lata jarn og metal til endurnýtslu og bleytt plast. Bleytt plast er plast, sum kann knýtast, sigur IRF. Ein maður hevur tikið 20 fólk til gíslar í einum bussi í býnum Lutsk í Ukraina. Tað siga mynduleikar á staðnum sambært tíðindastovunum, AFP og Reuters. Maðurin sigur, at hann hevur spreingievni og vápn uppi á sær, sigur løgreglan. Í løtuni er óvist, hvørji krøv maðurin hevur. Løgreglan hevur avbyrgt miðbýin. Maðurin, sum er eyðmerktur, skal sum skilst hava víst sína ónøgd við politisku skipanina í Ukraina á sosialum miðlum. Tað sigur løgreglan sambært tíðindastovunum, NTB og TT. Myndir á sosialu miðlunum eru av einum lítlum bussi, sum er parkeraður mitt á eini tómari gøtu. Tvey vindeygu eru brotin, og gardinur eru fyri onnur vindeygu, skrivar Ritzau. Formaðurin í Uttanlandsnevndini heldur tað ikki vera løgið, at landsstýrismaðurin í uttanríkismálum ikki ráðførdi seg við nevndina, áðrenn hann fer á fund við amerikanska uttanríkisráðharran í morgin. Eitt bagatellmark er, sigur Bill Justinussen, sum ikki heldur, at løgtinginum nýtist at vita alt, sum landsstýrisfólkini fáast við. Hann heldur tað vera í lagi, at landsstýrismaðurin í uttanríkismálum ikki bað um ráðførslu við Uttanlandsnevndina um fundin við Mike Pompeo. Stýriskipanarlógin sigur, at landsstýrið skal ráðføra seg við Uttanlandsnevndina í sambandi við samráðingar við ríkismyndugleikarnar, sum hava stóran týdning fyri viðurskiftini millum Føroyar og Danmark, og tá avgerðir verða tiknar, sum hava stóran uttanlandspolitiskan týdning. Leygarmorgunin merkti hon sviðan av, at ein stórur ferðafólkabólkur fylti Rituna og gjørdi, at nógv fólk, sum skuldi út í Svínoynna og Fugloynna, ikki sluppu við. Tað var ein gomul bólkabílegging, ið gjørdi, at ein bólkur av ferðandi varð tikin framum onnur, tá Ritan leygardagin loysti í Hvannasundi. Frágreiðingin, sum hevur verið á veg leingi, skuldsetir fleiri av seinastu stjórnunum í Bretlandi fyri at taka ímóti russisku oligarkunum við opnum ørmum, og fyri at gera ov lítið fyri at steðga russiskari ávirkan í Bretlandi. Nevndin finst eisini at stjórnini fyri at hava seinkað kunngerðini av frágreiðingini. Teim skuldsetingunum hevur stjórnin fyrr víst aftur. Á tíðindafundi, har frágreiðingin varð løgd fram, fanst ein av limunum í nevndini, Kevan Jones, hvassliga at forsætisráðharranum, Boris Johnson, tí hann ikki hevur góðkent frágreiðingina fyrr. Frágreiðingin fevnir um nógv evni, millum annað falsupplýsingarherferðir og russar í útlegd í Bretlandi. Stórur partur av frágreiðingini verður ikki almenn, tí ótti er fyri, at Russland kann nýta prógvini at hótta Bretland við. Frágreiðingin staðfestir, at Bretland er eitt mál fyri russiskum falsupplýsingarherferðum, serliga undan valum, men sigur, at eingin vil gera nakað við málið. Føroyska A landsliðið í hondbólti skal hava fleiri høgar spælarar. Hetta skal tryggjast við einari royndarverkætlan, sum er galdandi í tveir mánaðir. Lone Dybkjær giftist í 1994 við fyrrverandi danska forsætismálaráðharranum Poul Nyrup Rasmussen, sum hon var gift við til hon nú doyði. Hetta hevur maðurin hennara, fyrrverandi danski forsætismálaráðharrin, Poul Nyrup Rasmussen, kunngjørt sambært tíðindastovuni, Ritzau. Lone Dybkjær tók seg úr Fólkatinginum í 2011. Sama ár fekk hon staðfest krabbamein, og hon hevur í fleiri umførum tosað alment um sjúkuna. Í sendingini hava vit serligt fokus á fýra nýggjar plátur. Talan er um hesar pláturnar. Tá tú parkerar á flogvøllinum í Vágum, kunnu øll fylgja við, nær tú setir bilin. Tú kanst rinda í sjálvirkandi gjaldsstøðini, tá tú kemur heim aftur. Men tú kanst eisini bíða og rinda á heimasíðuni hjá Vága Floghavn. Velur tú ta loysnina, so kunnu øll, ið vita nummarplátuna á tínum bili, fara á heimasíðuna hjá Vága Floghavn og finna út av, nær tú parkeraði, og nær tú fór avstað aftur. Harumframt vísa myndir á gjaldstøðini eisini, hvør var í bilinum. Upplýsingarnar á heimasíðuni hjá Vága Floghavn eru tøkar 72 tímar eftir, at tú fór avstað aftur við bilinum. Á middegi í dag varð skipanin broytt, so gjaldsstøðin á flogvøllinum ikki longur vísir myndir av fólki í bilinum Dátueftirlitið undrast á parkeringsskipanina í Vágum, og er nu farið at kannað málið nærri. At viðgera persónupplýsingar á hendan hátt krevur bæði heimild og samtykki frá brúkarunum, sigur stjórin í Dátueftirlitinum. Regin I. Jacobsen, stjóri í Vága Floghavn, var ikki tøkur til samrøðu í dag. Men hann sigur í viðmerking, at tey hava vent sær til Dátueftirlitið við málinum, umframt at tey nú hava broytt skipanina, so tað ikki ber til at eyðmerkja persónar í bilunum. klokkan 05 tann 21. juli byrjaði Jákup Petur Eliasen saman við øðrum at súkkla hæddina á heimsins hægsta fjalli. Mount Everest er 8848 metrar tað sama sum 42 súkklutúrar í brekkuni frá Autoservice við Oyggjarvegin í Havn og niðan á Kleynisvarða. Vit kenna meira til smittuna nú, og økist smittan millum fólk, so verður talan um at avbyrgja ávís øki í landinum, har smittan herjar, sigur løgmaður, nú trý útlendsk ferðafólk, sum hava koronu, eru komin til Føroya. Í gjár hoyrdist, at svínoyingar stóðu eftir á kaiini í Hvannasundi og sluppu ikki heim, tí so nógv ferðafólk vóru umborð á Rituni. Í eini roynd at bøta um støðuna fara Strandfaraskip Landsins undir eina nýggja skipan. Hoyr Marina Gaardlykke, ferðslusamskipara hjá Strandfaraskipum Landsins, greiða frá. Í 30 ár hava viðhaldsfólk hjá Liverpool bíðað eftir meistaraheitinum. Í ár eydnaðist tað, og tað ætlar áhugafelagið Liverpool Føroyar at hátíðarhalda. Vegna núverandi tilmæli, er veitslan fyribils útsett. Fyrra barnið, sonurin, hevur upplivað skilnaðin, men gentan, sum var fødd eftir, at tey vóru komin saman aftur, hevur einki tílíkt upplivað. Tær viðganga, at tær onkuntíð sakna tíðina, tá tær kundu fara í býin, men at gerast foreldur er tað størsta, og eisini strævnasta, sum man kann uppliva í lívinum, eru tær á einum máli um. Tróndur var øgiliga smæðin fyrstu tíðina, sigur Siri Maria. Hann tordi ikki at ringja til mín sjálvur, men fekk onnur at gera tað fyri seg, leggur hon flennandi aftrat. Teimum dámar væl at vera við hús og hugna sær. Í grundini vóru koronatiltøkini fínasta slag, tí tá kundu vit ikki gera annað, eru tey á einum máli um. Tey bæði yngstu børnini eru smá og tøtt. Tað er strævið, tá man ikki er heilt ungur longur, viðganga Tróndur og Siri Maria. Fyrimunurin er kortini, at tey duga betur at taka tað róligt og njóta tað í dag. Tað er eingin grund at stressa so nógv um alt, siga tey. Húsini hjá Siri Mariu og Tróndi kunnu síggjast á hesum leinki á Instagram. Jenis av Rana, landstýrismaður í uttanríkismálum var væl nøgdur við fundin við Mike Pompeo, amerikanska uttanríkisráðharran, sum var í dag. Føroyska fjarskiftisfyritøkan, Nema, hevur enn ikki vrakað Huawei sum veitara til teirra 5G net. Tað staðfestir Gudny Langgaard, stjóri. Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, róði annars eftir fundin við amerikanska uttanríkisráðharran, Mike Pompeo, framundir, at føroysku fjarskiftisveitararnir hálvavegna hava vrakað Huawei , sum hann málbar seg. Men Gudny Langgaard, stjóri í fjarskiftisfyritøkuni, Nema, slær fast, at fyri Nema er avgerðin um 5G veitaran ein handislig avgerð, sigur hon við útvarpið. Síðsta samdøgrið hava næstan 68.000 fólk fungið staðfest COVID 19, og tað er tað mesta nakrantíð, upplýsa heilsumyndugleikarnir í Brasilia. Serfrøðingar óttast, at veruliga talið av smittaðum kann vera nógv størri, tí alt ov fá fólk verða kannað í fólkaríka landinum við 212 milliónum íbúgvum. Næst eftir USA er Brasilia landið við flest koronutilburðum. Í USA eru nú fleiri enn fýra milliónir fólk staðfest at vera smittað við koronu, og 145.000 fólk eru deyð við smittuni í sær, vísa nýggjastu tølini frá Johns Hopkins University. Tað verða í høvuðsheitum føroyskir veitarar, sum fara at útbyggja smoltstøðina hjá Bakkafrosti á Norðtoftum. Útbyggingin verður væntandi liðug um tvey ár. Tá fer støðin at gera fimm milliónir smolt um árið. Hvørt smoltið verður 500 gramm. Í mai varð kunngjørt, at smoltstøðin á Norðtoftum skal byggjast út. 12.000 rúmmetrar koma afturat, so støðin verður 18.000 rúmmetrar. Í nýggju smoltstøðini verða tvær hallir, og fýra kør verða í hvørjari høll. Tað vísa nýggjastu tølini frá Johns Hopkins University, ið savnar saman almenn hagtøl frá heilsumyndugleikunum í øllum heimsins londum. USA, Brasilia, India og Russland eru londini við flestum koronutilburðum. Í Brasil staðfestu heilsumyndugleikarnir, at dagurin í gjár var hin ringasti við koronu. Í USA eru nú 3.970.908 tilburðir av COVID 19 staðfestir, og 143.190 fólk eru deyð við smittuni í sær, vísa nýggjastu tølini frá Johns Hopkins University. Tá tað snýr seg um varandi orkukeldur, ið skulu nýtast til hita, er jarðhiti tað, øll tosa um. Men hvat er jarðhiti, og hvaðan kemur hesin hiti Eisini verður í hesi sending tosað um oljuna og hvat tað er við henni, sum dálkar so illa. Luttakarar í hesari sending eru Meinhard Eliasen, Jana Ólavsdóttir, Óluva Eidesgaard, Maria Chun Nielsdóttir og Eyðun Eliasen Fyrr vistu vit, hvaðan maturin, vit eta, kom, men í dag eta vit so nógvan innfluttan mat, at vit ikki altíð gáa um, hvar matvørurnar eru framleiddar, og hvørja ávirkan tær hava á okkum og umhvørvið. Hevur tú hug til at hugsa um umhvørvið, tá tú keypir mat, so ber hetta til, um tú keypir vistfrøðiligan ella lokalt framleiddan mat. Luttakarar í hesari sending eru Gutti Winther, Borghild á Fløghamri og Bo Møller Sjálvt um matoyðsl snýr seg um meira enn tann mat, sum tú og eg tveita í ruskspannina, so er tað ein trupulleiki, sum vit eiga lut í, og hava vit høvdið við okkum, tá vit til dømis fara til handils, so kunnu vit gera okkurt munagott fyri umhvørvið á hesum øki. Luttakarar í hesari sending eru Gutti Winther, Gunnhild Dahl Niclasen, Kári Andreasen og Elsa Berg Tær nýtist ikki at hava eitt fátækari lív, um tú velur at lata vera við at fylgja streyminum, og hugsa um umhvørvið heldur enn at eiga tað nýggjasta nýggja, og tú kanst gera ein mun, um tú velur at deila ta vitan tú hevur, við onnur. Í hesari sending tosa vit við Gunnhild Dahl Niclasen og Martin Andreas Kruse, sum halda grønu kósina á hvør sín hátt Í dag er júst eitt ár til útsettu olympisku leikirnir verða hildir í Tokyo. Teir skuldu annars byrja í morgin, fríggjadagin 24. juli, men vegna koronufarsóttina eru teir útsettir til næsta ár. Men forsetin í olympisku fyrireikingarnevndini, Yoshiro Mori, er framvegis ivasamur um tað fer at lata seg gera at halda leikirnar. Um koronustøðan framvegis er sum nú, ber ikki til at halda leikirnar, sigur forsetin í olympisku fyrireikingarnevndini, sambært Danmarks Radio. Ein meiningarkanning millum fólk í Japan vísti fyrr í vikuni, at einans 23,9 prosent halda olympisku leikirnir skulu haldast sum ætlað, skrivar AFP tíðindastovan. Fleiri enn 70 prosent av teimum spurdu tóku undir við at útseta leikirnir meira, ella at avlýsa teir heilt, tí tey ikki halda, at tamarhald verður á koronustøðuni, tá leikirnir skulu setast um eitt ár. Tað gevur eina vælverukenslu at keypa eitt nýtt plagg, men henda gleði við nýggja plagginum varar styttri enn hon gjørdi fyrr, so vit keypa alsamt fleiri klæðir, og nógv av hesum klæðum verða aldrin brúkt, men tað ber til at finna eydnuna aðrastaðni. Í hesari sending tosa vit um tey klæði vit brúka og keypa, og tey árin okkara ovurnýtsla hevur á umhvørvið. Luttakarar í sendingini eru Sissal Kjartansdóttir Kristiansen, Sára Jógvansdóttir, Gunnhild Dahl Niclasen og Elin Lindenskov Hann sigur, sambært KNR, at Pompeo tók væl í móti grønlendska uppskotinum um nýggjar samráðingar um avtaluna um tænastur á Thulestøðini, sum grønlendingar mistu fyri nøkrum árum síðani. Hetta er, sigur Steen Lynge, landsstýrismaður, fyrstu ferð, at USA viðgongur, at Grønland skal fáa meira burtur úr tænastunum, sum Thulestøðin brúkar. Landsstýrismaðurin sigur tað ikki vera óhugsandi, at ein nýggj tænastuavtala verður gjørd fyri forsetavalið í USA. Grønland misti 200 milliónir krónur um árið, tá amerikanarar fingu tænastuavtaluna í 2014. Mike Pompeo váttaði á tíðindafundi í gjár, at Grønland eigur at hava allar fyrimunir av herstøðini í Thule. Tað hevur alstóran týdning fyri okkum øll, segði Pompeo í gjár. Sunnudagin vígir Jógvan Fríðriksson, biskupur, nýtt altarklæði í Havnar kirkju. Hetta er eitt serligt altarklæði, sum hevur fingið heitið Ólavsøkuklæðið Halgað úr forðum var Føroya land. Edward Fuglø eigur hugskotið. Myndevnið er Ólavur Heilagi. Altarklæðið er eitt antependium, eitt vovið klæði, sum hongur niður fyri tær tríggjar síðurnar á altarinum. Klæðið er úr ull, silki og úr eftirgjørdum tráði. Tað er næstan fýra metrar langt og góðan metur høgt. Altarklæðið er virkað í Fraklandi. Tað verður brúkt á ólavsøku og, tá aðrar hátíðarløtur eru í Havnar kirkju. Tá ólavsøka nærkast, stingur ivi seg ofta upp, um ólavsøka skal skrivast við stórum, og um hon skal hava tvey s. Men tað rætta er hvørki av hesum. Upprunin til orðið er ólavs vøka, sum var ein vøkunátt. Í katólskari tíð var vanligt, at halgimenni høvdu sín egna minnisdag, og at náttin undan einum slíkum degi var hildin sum vøkunátt, har fólk sótu uppi alla náttina. Dagurin til minnis um Ólava Heilaga var deyðadagur hansara, 29. juli, og náttina fyri var ólavs vøka. Í framburði er v ið dottið burtur, so tað er blivið til ólavsøka. Tað sama er hent við til dømis jóansøku og syftunsøku. S ið er upprunaliga hvørsfall av navninum Ólavs, Jóans, Syftuns, men vit eru farin at fata tað sum part av seinna liði og hava fingið orðið søka, brúkt í føstum orðingum sum til dømis millum søkurnar tíðin millum jóansøku og ólavsøku ella jóansøku og syftunsøku. Tað er reglan og heilt vanligt hjá okkum, at nøvn á mánaðum, vikudøgum, hátíðum og hátíðardøgum verða skrivað við lítlum juli hóast mánaðurin hevur navn eftir Juliusi , hósdagur eftir ór , jól, páskir, flaggdagur og so eisini ólavsøka, jóansøka, pátriksmessa, tollaksmessa og aðrir dagir, sum eru nevndir eftir sernavni. Eitt annað evni í dagsins sending snýr seg um, at kenniorðið, tí, tekur yvir, meðan ta uttan ð dettur burtur. Fólk siga tí gentuna, tí taskuna og tí lampuna heldur enn ta gentuna, ta taskuna og ta lampuna. Munurin er hvønn og hvørjumfall. Sigur tú, eg fór avstað við tí taskuni, er í lagi at siga tí, men sigur tú, eg vil hava tí taskuna er tað skeivt, sigur Elin Henriksen. Føroyar skulu hava sendistovu í Ísrael men tað verður ikki í Jerusalem, soleiðis sum landsstýrismaðurin í uttanríkismálum upprunaliga ætlaði. Bæði í Føroyum, og í Danmark, er politisk mótstøða ímóti at leggja sendistovuna í Jerusalem, og eg vil ikki missa sendistovuna á stokkinum við at tvíhalda um, at hon skal vera í Jerusalem, sigur Jenis av Rana í samrøðu við IN. Tí verður sendistovan stovnað í Tel Aviv, men so kunnu vit altíð arbeiða fyri at flyta hana til Jerusalem seinni, leggur landsstýrismaðurin afturat. Jenis av Rana sigur við in.fo, at hann á fundi við ísraelska sendiharran í Keypmannahavn í gjár greiddi sendiharranum frá, at endamálið er at stovna føroyska sendistovu í Ísrael í november. Men tað er eisini treytað av, hvussu støðan viðvíkjandi koronu verður. Tað er ikki greitt enn, um føroyska sendistovan verður inni á donsku sendistovuni í Ísrael, ella um hon verður í sjálvstøðugum hølum við tilknýti til donsku sendistovuna. Danska stjórnin er opin fyri, at hon skal fáa egið høli inni á donsku sendistovuni. Tað kann hava sínar fyrimunir, tí har eru øll trygdarviðurskifti, sum tey eiga at vera, sigur landsstýrismaðurin við in.fo Man Varðin er komin upp undir eitt hámark í lógini, og fær tí ikki sett pengar í onnur reiðarí, sigur Dávid Jacobsen, tekniskur leiðari hjá Varðanum. Annars eigur Varðin í bæði ísfiskatrolarum og í línuskipi, men tær íløgurnar vórðu gjørdar, áðrenn lógarásetingin um tey 25 prosentini kom. So lógin umfatar ikki tær. Hámarkið, sum er 25 prosent av makreli, forðar til dømis Varðanum í at gera íløgur í onnur reiðarí í Føroyum, tí Varðin hevur 25 prosent av makrelinum í Føroyum. Hetta kann gera, at fleiri útlendskar íløgur verða gjørdar í føroysk reiðarí, nú føroysk reiðarí ikki sleppa framat. Og tað ber til sambært lógini. Jacob Vestergaard sigur, at hann vildi heldur, at føroysk reiðarí settu pengar í onnur føroysk reiðarí enn, at útlendskar íløgur verða gjørdar í tey. Biden, sum eftir øllum at døma verður demokratiska valevnið til amerikanska forsetavalið í november, segði hetta í einum fundi við amerikansk fakfelagsfólk. Eitt heilsustarvsfólk var stúrið um, at Donald Trump hevur kallað koronuvirusið fyri kinesiska virusið. Biden svaraði við at kallað Trump fyri rasist. Tað er spýggiligt, at Trump ikki fer eins við øllum. Eingin annar amerikanskur forseti hevur gjørt tað fyrr. Ongantíð. Eingin republikanari og eingin demokratur, segði Joe Biden. Tað hava verið rasistar í USA, teir hava verið til, og onkur hevur roynt at gerast forseti. Men tað er ikki eydnast hjá nøkrum uttan hjá Trump, segði Joe Biden. Eitt talsfólk hjá Donald Trump finst at Biden fyri útsøgnina, og sigur, at Trump elskar øll menniskju og arbeiðir hart fyri at betra um umstøðurnar hjá øllum amerikanarum. Fleiri fyrrverandi amerikanskir forsetar hava átt trælir ella hava ført politikk, sum hevur kúgað ávísar fólkabólkar, skrivar Reuters. Avgerðin er eitt aftursvar til USA, eftir at amerikanarar óvæntað kravdu, at kinesiska konsulátið í Houston skuldi stongja, skrivar South China Morning Post. Tað er óvist, hvat liggur aftan fyri amerikansku avgerðina um at stongja konsulátið í Houston, men tað er enn eitt stig í stríðnum millum USA og Kina. Amerikanska stjórnin segði, at avgerðin snýr seg um at verja amerikanskar upplýsingar, og republikanski senatorurin, Marco Rubio, hevur kallað konsulátið fyri eitt njósnarareiður, men eingi prógv eru fyri hesum, skrivar Berlingske. Tað sigur Jóhan í Niðristovu, stjóri í Vindrøkt, nú tað er komið undan kavi, at vindmyllulundin í áravís ikki hevur framleitt avtalaðu mongdina av streymi, sum framleiðslufelagið tó kortini hevur fingið fult gjald fyri. Eins og vøllurin við Djúpumýru í Klaksvík og graslíkisvøllurin á Toftum skal Ovari vøllur í Gundadali verða góðkendur til evropeiskan fótbólt. Kostnaðurin fyri arbeiðið á Ovara vølli í Gundadali fer at tátta í 5 milliónir krónur. Gamla graslíkið á Ovara vølli, sum nú er sent til endurnýtslu í Danmark, er bert 5 ára gamalt. Sigurð Olason Vang vónar, at nýggja graslíkið fer at halda longri. Hamradun eru Pól Arni Holm sang John Áki Egholm guitar og kór Heri Reynheim bass Uni Debess guitar og kór Finnur Hansen tangentar, slagverk, fløjtur og kór Rani Christiansen trummir Harumframt spælir Angelika Hansen violin á fleiri løgum, Tóri Restorff Jacobsen spælir cello, og Thomas Petur Askham, Martin Eidisgaard og Kristian Olsen kvøða. Upptøkurnar vórðu gjørdar í Bloch Studio, og uppfylgjandi í Enni Studio á Tvøroyri og í Studio hjá Finni Hansen í Havn, har Finnur eisini hevur ljóðblandað sangirnar. Óli Poulsen hevur staðið fyri mastering. Hann var innlagdur á Klaksvíkar Sjúkrahús í gjár við lungnabruna, og á middegi í dag varð staðfest, at hann er smittaður við koronu. Manningin fekk undan fráferðini til Føroya greið boð um ikki at fara út í býin at reika, og myndugleikarnir hava álit á, at manningin hevur virt tey boðini. Landslæknin sigur, at hevur tú verið í samband við russiska sjómannin ella aðrar av manningini umborða á russiska trolaranum, skal tú seta seg í samband við landslæknan. Hann varð viðgjørdur sum ein vanligur lungnasjúklingur fyrsta tíman, og tað verður hildið, at tvey starvsfólk vóru í sambandi við hann, uttan verjubúna. Russiski sjómaðurin, sum hevur fingið staðfest koronasmittuna, er í løtuni innlagdur á Landssjúkrahúsið. Landssjúkrahúsið er til reiðar at taka ímóti koronasjúklingum, sigur Steinar Eirikstoft, stjóri. Vit hava eina tilbúgving alt eftir, hvussu nógvir sjúklingar eru staðfestir positivir í Føroyum, sigur stjórin. Ein stova hevur verið klár at taka ímóti fyrsta koronasjúklinginum, og nú verður so næsta stigið tikið. So gera vit nýggjar stovur klárar til at taka ímóti fleiri sjúklingum, sigur Steinar Eirikstoft. Tað arbeiðið er farið í gongd, og millum fimm og sjey stovur verða gjørdar til reiðar nú. Manningin á russiska skipinum, Karelia, sum liggur í Klaksvík, sleppur ikki í land. Ein av manningini er innlagdur á koronadeildina á Landssjúkrahúsinum og ein annar av manningini er seinni fluttur av skipinum við sjúkrabili. Hóast tørvur er á læknum, so eru læknar noyddir av fara av aftur landinum, tí ov fá útbúgvingarstørv eru í Føroyum. Ov fáir pengar eru settir av til økið, sigur leiðslan á Landssjúkrahúsinum. Ólavsøkan nærkast. Men hon verður ikki heilt sum vit kenna hana. Jens Marni Hansen skal spæla til fleiri smærri tiltøk, og hjá Marjun Heimá er ikki eins nógv at gera í handlinum, sum tað plagar at vera beint fyri ólavsøku Bretski forsætisráðharrin Boris Johnson viðurkennir nú, at bretska stjórnin kundi handfarið byrjanina av koronukreppuni á annan hátt. Tað segði hann í samrøðu við BBC í gjár. Kanska vóru viðurskifti, vit áttu at gjørt øðrvísi segði Johnson og legði afturat, at tað vóru nógv viðurskifti sum stjórnin mátti læra. Boris Johnson, sum sjálvur gjørdist álvarsliga sjúkur av koronu, segði eisini at stjórnin ikki skilti framferðarháttin hjá smittuni tær fyrstu vikurnar og mánaðirnar, og hvussu stóra ávirkan tey smittaðu fólkini uttan sjúkueyðkenni høvdu. Boris Johnson hevur verið undir hørðum átfinnngum fyri sína handfaring av koronafarsóttini, og fyri ikki at taka støðuna í nóg stórum álvara. Tað gekk eisini long tíð áðrenn bretska samfelagið fór munandi niður í ferð, umframt at bert fáar kanningar av sjúkum fólkum vórðu gjørdar. Góð 45.000 fólk eru deyð við koronasmittuni í Bretlandi. Tað er einans í Brasilia og USA, at fleiri fólk eru deyð av koronasmittuni. Nýggi koronatilbuðururin umborð á russiska skipinum Karelia fer ikki at ávirka ólavsøkuna. Tað sigur Annika Olsen, borgarstjórii Tórshavnar kommunu. Og fyri at minka um smittuvandan hevur Tórshavnar Kommuna valt at avlýsa midnáttarsangin ólavsøkudag. Ein kanning sum spyr.fo hevur gjørt fyri vísir at 27 prosent av ólavsøkugestunum fara til midnáttarsangin hóast alt. Men hóast ongin midnáttarsangur verður í ár, so er ólavsøkan ikki heilt avlýst. Enn verður skrúðgonga ólavsøkuaftan og ólavsøkudag, kappróður, fólkafundur í Doktaragrund og fótbóltsdystur í Gundadali. Kjakast verður um upprudding og vaskihjálp heima , yrkisgagnsgeving og beinleiðis deyðahjálp, at sníkja seg at eta grind og búff, til makin er veganari, um atburð hjá verfamilju í samband við deyðsboð og ymiskt annað. Heystið 1941 vóru nógv flogálop í Føroyum, eitt nú í Vestmanna, á Skálafirði, í Klaksvík og á Skálavík. Týskir flúgvarar vóru fleiri ferðir yvir Klaksvík og gjørdu skaða á skip á vánni og hús í Vági. Smiril var fyri hørðum álopi, meðan hann lá á Skálavík á veg úr Suðuroy. Nógvar granatir og kúlur komu í skipið. Tveir mans doyðu umboð á sluppini Mistletoe , sum varð álopin á Eysturlandinum. Ein breti doyði av skotum í álopi á Skálafirði og ein norðmaður í álopi í Havn. Lars Fodgaard Møller leggur tó dent á, at ongin av manningini av Kareliu hevur verið í landi í Føroyum. Hetta er eisini eftir strongum boðum frá reiðarínum. Fyrradagin var ein av manningini umborð á Kareliu innlagdur á Klaksvíkar Sjúkrahús, við lungnabruna. Hetta vísti seg tó í gjár at vera koronusmitta, og tá varð persónurin fluttur á Landssjúkrahúsið. Í gjárkvøldið varð ein av manningin aftrat innlagdur á koronudeildina á Landssjúkrahúsinum Í gjár vórðu kanningar gjørdar av einum parti av manningini, og hon vísir sostatt, at 23 av teimum 30 kannaðu, høvdu koronasmittuna. Nýggjastu koronuhagtølini vísa sostatt, at tað nú eru 214 fólk smittað við koronu í Føroyum. Tá er smittaða manningin umborð á Kareliu tald við. Tilsamans eru 32.453 kanningar gjørdar, 188 fólk eru vorðin frísk aftur og tvey eru innløgd á koronudeildini á Landssjúkrahúsinum. Landslæknin heldur, at støðan við russiska trolaranum Karelia er ein áminning um, at vit skulu øll taka støðuna við koronasmittuni í álvara. Tá ið russisk skip leggja at við bryggju í Føroyum, eru greiðar ásetingar um, at manningin ikki hevur loyvið út um eitt avmarkað økið við skipið. Seinnapartin í gjár var politiið og gjørdi ferðmátingar á einum vegastrekki, har tað ofta verður boðað frá, at bilførarar koyra ov skjótt. Ein treytað frádøming av koyrirættindunum merkir, at tú kanst varðveita rættin at koyra bil, treytað av, at tú stendur eina eftiransandi koyriroynd, t.v.s. eina vanliga ástøðiroynd og eina koyriroynd, áðrenn tríggir mánaðir eru gingnir. Somuleiðis kann tú varðveita rættin at koyra bil, um tú innan komandi trý árini ikki brýtur ásetingar í ferðslulógini, sum hava við sær treytaða ella treytaleysa frádøming. Hesi trý árini eru sostatt at rokna sum royndartíð. Sálmar 559 Rís í Jesu navni nú. 21 Algóði Faðir, tú yndismilt bendir. 13 Guðs kirkjulið, gitnan ger skapara tín. 243 Fedranna kirkja í Føroya tjóð. 333 Frið sum troyst í sakni her. 702 Gakk út, mín sál, lít upp og sí. Anne Mette Greve Klemensen prestur prædikar, Marius Rein er deknur, við orglið situr Gudmund Mortensen og klokkari er Anfinnur Johansen. Biskupur, dómpróstur, Emil Olsen og Sverri Steinhólm luttaka við vígslu av nýggja altarklæðinum. Tað eru trý ymisk rúm, sum eru karmar um framsýningina, Havnin undir krígnum, framsýningin hjá Tórshavnar býarsavni. Trý rúm, við hvør sínum tema. Stutt fyri midnátt í gjárkvøldið varð løgreglan boðsend til eina barr í Havn, tí ein maður varð illa sligin av einum øðrum. Báðir vóru teir ávirkaðir av rúsdrekka, og maðurin, sum varð álopin hevur fingið skaða, tó at løgreglan enn ikki veit, hvussu umfatandi skaðarnir eru. Maðurin er blivin kannaður av lækna, og løgreglan sigur seg fylgja málinum í dag. Løgreglan handtók ikki álopsmannin í gjárkvøldið, men sigur seg vita, hvør maðurin er. Myndugleikarnir í Føroyum hava annars staðiliga heitt á skiparan um at fara heim til Russlands alt fyri eitt, tí tá 30 av teimum 77 monnunum umborð vórðu kannaðir, høvdu 23 teirra koronu. Fyri ull í fyrsta flokki verða latnar 10 krónur fyri kilo, tá er meirvirðisgjaldið talt við. Fyri ull í øðrum flokki verða latnar 1,50 krónur fyri kilo við mvg. Skriðulopið var so mikið umfatandi, at fólk boðaðu løgregluni frá um nátturðatíð í gjárkvøldið. Landsverk varð boðsent at rudda vegin, og tað varð gjørt beinanvegin. Landsverk sigur, at tá ið tað hevur verið turt leingi, og tað so fer at regna illa, eru javnan skriðulop í ávísum økjum í landinum. Tey ungu lurta ikki eftir beinleiðis útvarpi, og tey hyggja ikki at beinleiðis sjónvarpi, sigst, og tí fer Kringvarpið undir eina verkætlan, ið skal framleiða tilfar til ung, sum skal gevast teimum, har tey ferðast. Barbara í Stórustovu og Maria Winther Olsen arbeiða í hesi løtu við at fáa karmar og útgerð upp á pláss, so ungu fjølmiðlaspírarnir kunnu fara í gongd í heyst. Hevur tú hug til at vera við, ber til at søkja her. Sagt verður, at fólk eru rýmd av húsum, tí tey fáa ikki sovið fyri ganginum. Borgararnir skriva til býráðið, at gangurin hevur neiliga ávirkan á heilsuna hjá vaksnum og børnum, sum ikki fáa sovið fyri larminum. Hetta er ikki fyrstu ferð, at klagað verður um gangin frá skipum í Ánunum. Fyrr í ár gav Løgtingsins umboðsmaður Klaksvíkar kommunu átalu fyri ikki at hava svarað felagnum Heimafriði, tá felagið hevur sent fyrispurningar til kommununa og roynt at fingið fund í lag við kommununa um júst somu støðu. Til spurningin um gangin frá skipum segði Løgtingsins umboðsmaður í niðurstøðuni fyrr í ár, at tá ið málið um at tálma ella steðga óljóði frá skipum við bryggju er eitt mál, sum er til viðgerðar, og í løtuni liggur til politiska støðutakan, ger løgtingsins umboðsmaður ikki meira við hendan partin av málinum. Múrar, sum hava staðið í langa tíð, megnaðu ikki at standa ímóti veðrinum, ið herjaði um oyggjarnar skotársdag í ár. Fólkini í Stóru Dímun kundu ikki gera annað enn at hyggja at og brynja seg við toli til óveðrið var av, og tey hava brúkt stóran part av várinum og sumrinum at bøta um skaðarnar, ið stóðust. Tórður Mikkelsen tosar við Jógvan Jón Petersen og Evu úr Dímun Uttanríkistænastan hevur kunnað bæði russiska fiskimálaráðið og uttanríkisráðið, og føroyski sendimaðurin í Keypmannahavn hevur eisini verið í samband við russisku sendistovuna í Keypmannahavn, sigur Hákun Jógvansson Djurhuus, sum er føroyskur sendimaður í Moskva. Uttanríkistænastan vil eisini hava at vita frá russisku myndugleikum, hvussu farast skal fram, um sjúkustøðan umborð versnar, meðan skipið er í føroyskum sjóøki. Ítróttarfeløgini sleppa bara at hava fýra fólk í part í skrúðgonguni, so tað ikki vera meira enn umleið 100 fólk í tinghúsgarðinum, tá ólavsøkan verður sett. SEV hevur avroknað ov nógv til partafelagið Vindfelagið í Húsahaga í trý ár og ov lítið í trý ár. Men samanumtikið fyri tey seks árini hevur SEV avroknað ov nógv. Og SEV hevur framvegis lægri prís enn Vindrøkt hevði í sínum tilboði, hóast fyribils niðurstøðan er, at avrokningin hjá SEV er skeiv. SEV hevur ikki brotið ta treytina við at gjalda dótturfelagnum, Vindfelagnum í Húsahaga, fyri 41,4 gigawatt tímar, hóast framleiðslan í miðal bara hevur verið smáar 35 gigawatt tímar í miðal síðstu fimm árini, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV. Borgararnir í Ánunum skulu ikki vænta, at nøkur loysn verður funnin á trupulleikanum við ganginum í Ánunum í bræði. Tað sigur Signhild V. Johannesen, virkandi borgarstjóri í Klaksvikar kommunu Borgarar í 12 av 15 húsum í Ánunum hava klagað til kommununa um gangin frá skipum, sum liggja í Norðhavnini. Hetta er torturur, sigur Rúna Sivertsen, sum er av teimum, sum hevur heitt á kommununa um at steðga larminum. Fólk noyðast at rýma úr húsunum fyri at fáa náttarfrið. Føroyar lótu lutvíst upp fyri ferðafólki 15. juni. Ferðandi úr Danmark, Grønlandi, Íslandi, Noregi og Týsklandi kundu tá ferðast til Føroya. Tríggjar dagar seinni boðaði danska stjórnin frá, at markið læt upp fyri øllum ES limalondum, londunum í Schengen samstarvinum og Bretlandi. Smyril Line hevur leigað ro ro skipið Mistral frá finska reiðarínum, Godby Shipping, og verður sostatt sætta skipið í flotanum hjá Smyril Line. Akranes, sum í løtuni røkir siglingina millum Ísland, Føroyar og Danmark, fer at røkja nýggju farleiðina, og Mistral, sum nú verður leigað, fer at røkja siglingina hjá Akranesi. Akranes fer nú at sigla eina ferð um vikuna úr Rotterdam til Stavanger, Tróndheim, Rørvik og Hitra í Noregi, og so aftur til Rotterdam. Smyril Line hevur tí sett fimm fólk í starv í stóra havnarbýnum. Tey taka sær av øllum skrivstovuarbeiði í sambandi við komur og fráferðir. Tá ið Mistral legst aftrat, hevur Smyril Line tilsamans seks skip í flotanum. Hini eru Norrøna, Mykines, Akranes, Eystnes og Hvítanes. Leiðreglurnar fyri ferðandi til Føroya halda fram óbroyttar. Øll ferðandi, sum koma til landið, skulu framvegis lata seg kanna, til 14. august 2020. Ferðandi eiga framvegis at fara beinleiðis í heimauppihald, til tey hava fingið svar upp á kanningina. Vanliga er hetta sama kvøld, og í seinasta lagi á middegi dagin eftir. Vit halda fram ríðitúrin saman við Thomas Hans Gaardlykke í Miðvági. Vit eru á Fótamørskletti og steðga á við bólið í Krosssgili og við Sálarbótsá í Vatnsbrekku. Harafturat hittir Frítíð og náttúra Ronnie Thomassen og Rakul Arnfríðu Dam í Niðastu Hoydølum. Har skal ein gøta gerast í ár oman gjøgnum Starvabrekkuna og ein skal gerast oman á Hvítasand við Boðanes í stóru frílendisætlanini. Eisini fara fólk á Gróðurstøðini at planta fyrstu trø ini og runnarnar í heyst. Landslæknin heitir nú á øll, ið hava havt samband við útlendsku manningarnar á teimum trimum skipunum, sum seinastu tíðina hava ligið við bryggju í Ánunum í Klaksvík, um at vísa serligt varsemi. Tað ger landslæknin, nú illgruni er um, at fleiri av manningini umborð á teimum útlendsku skipunum hava reikað runt í Klaksvík og eitt nú hava verið til handils. Leygardagin segði landslæknin annars, at sambært hansara upplýsingum hevði ongin av manningini frá hesum skipum verið í landi, men ivi er nú sáddur um hetta, sigur Lars Fodgaard Møller, Landslækni Leygardagin varð staðfest, at 23 av teimum, sum vóru kannaðir fyri koronu umborð á russiska skipinum Karelia, høvdu koronasmittuna. Síðani er Karelia farin til fiskiskap aftur. Borgarar í Ánunum í Klaksvík vilja hava Klaksvíkar Kommunu at koma við eini bráfeingisloysn, tí gangurin frá havnaøkinum í Norðhavnini, sambært teimum, er ótolandi. Ongin hjálp kemur tó frá kommununi í fyrsta umfarið, men 1.januar 2021 kemur nógv eftirspurda kunngerðin fyri larm á havnaøkjum kring landið, sigur Helgi Abrahamsen, landstýrismaður í kommunumálum. Smyril Line fer seg nú inn á norska marknaðin. Fyrr í dag boðaði Smyril Line frá, at tað leigar skipið Mistral, frá finska reiðarínum Godby Shipping og setur eina nýggja farmaleið á stovn, sum fer at sigla ímillum Noreg og Holland Rúni Vang Poulsen er stjóri í Smyril Line. Tá ið Mistral kemur í flotan hjá Smyril Line tann 12. august, hevur felagið tilsamans seks skip í flotanum. Hini eru Norrøna, Mykines, Akranes, Eystnes og Hvítanes. Í testamenti sínum skrivaði Ebba Hentze millum annað, Annað, sum er eftir meg, herundir pengar, bøkur og allar aðrar ognir, skal Rithøvundafelag Føroya arva at nýta til stuðul til ungar rithøvundar, ið hava sýnt serligar gávur. Somuleiðis skal Rithøvundafelag Føroya til sama endamál arva øll rættindi míni sum rithøvundur, herundir framtíðar inntøkur frá danska bókasavnsgrunninum. Um eitt gott hálvt ár, lendir ein rumdarbilur á gongustjørnini Mars. Ein sokallaður rovari. Hesin rovarin skal kanna jarðfrøðina á reyðu gongustjørnini, og um tað einaferð hevur verið lív á Mars. Rovarin hevur fingið heitið Perseverance og ein av teimum, ið hevur verið við til at ment henda mánabilin, er føroyingurin David Arge Klevang Petersen. Hann er adjunktur á DTU Space og verkætlanarleiðari fyri eitt serstakt tól, ið skal skanna yvirflatuna á Mars, í leitanini eftir lívið frá fyrndini. Mars er áhugaverd, tí gongustjørnan er tætt við og minnir um Jørðina. Man hevur ikki funnið lív á Mars, men man hevur staðfest, at vatn er á Mars og fyri umleið 3,7 milliardum árum síðani, var rennandi vatn á Mars. Eins og vit hava vøtn og høv her á jørðini í dag. Og vatn er fyritreytin fyri lívi, sum vit kenna tað. Rúmdarbilurin, Perseverance, er gjørdur á Jet Propulsin Labratory hjá NASA í USA. Sjey høvuðsvísindatól eru á honum. Hesi er sergjørt til at kanna økið og jarðfrøðina kring Jezero goskoppin. Hann er útgjørdur við 23 myndatólum og tveimum mikrofonum. Eisini hevur hann eina dronu, eina lítla tyrlu við sum eitur Ingenuity. Rovarin er útgjørdur við einum robotarmi, sum hevur fimm lið og er 2,1 metur langur. Við endan á hesum robotarmi sita fleiri tól, millum annað sera tøkniligi skannarin, sum David hevur staðið á odda fyri. Rannsóknarferðin hjá Perseverance er í stuttum at kanna og kortleggja jarðfrøðina á Mars. kanna møgulig støð, har lív kann hava verið í fyrndini. kanna um tað sæst onkur steinrenning ella tekin frá hesum møguliga fornaldarlívi. taka áhugaverdar steinar, við møguligum steinrenningum og konservera teir í einum hylki, sum eitt rúmdarfar seinni kann fara eftir og føra til jørðina til víðari gransking. kanna um tað ber til at framleiða orku úr lofthavinum á Mars, sum ein liður í fyrireikingini til mannaðar ferðir til Mars einaferð í framtíðini. Nú eru í nevndini Eli Christiansen í Havn, sum er formaður, Helga á Borg á Argjum, Katrin Thorsvig Hansen í Havn, Arne Poulsen í Hoyvík og Atli Suni Leo í Havn. Úr nevndini eru farin Ingibjørg Berg í Havn, sum var nevndarforkvinna, John Henrik Holm í Vági, Hans Arni Bjarnason Thomsen í Klaksvík, Annfinnur Hjelm í Havn og Marjun Paula Eystberg í Havn. Seks koronatilburðir eru staðfestir umborð á farmaskipinum Cassiopeia, sum seinastu dagarnar hevur ligið við síðuna av russiska trolaranum Karelia við bryggju í Ánunum í Klaksvík. Landslæknin heitti í gjár á øll, sum hava havt samband við útlendsku manningarnar á teimum trimum skipunum, sum seinastu tíðina hava ligið við bryggju í Ánunum í Klaksvík, um at vísa serligt varsemi. Hann mælir í dag øllum teimum, sum hava havt samband við manningina um at lata seg kanna, sama um tey hava sjúkueyðkenni ella ikki. Landslæknin er í tøttum samstarvi við manningina á litavska farmaskipinum Casseopaia, nú seks av manningini hava fingið staðfest Korona. Ætlanin var, at skipið skuldi fara til Afrika, men tað er enn ikki avgjørt. Vegna tekniskar trupulleikar eydnaðist tað ikki at gera samrøðu við landslæknan í tíðindunum klokkan 18, men her kanst tú hoyra eina longri samrøðu við Lars Fodgaard Møller um støðuna. Rætti hátturin er at kanna og seta mark fyri, hvussu nógvur larmur kann merkjast inni í einum heimi, sigur Trina Eysturoy, sum ikki heldur at kunngerðin hjá Helga Abrahamsen fer at tryggja náttarfriðin Føroyskur dansur á ólavsøku Kringvarpið hevur aftur í ár tikið upp kvæði, vísur og tættir at senda í sjónvarpinum. Tey trý dansifeløgini, Dansifelagið á Latrinum, Tøkum Lætt og Dansifelagið í Havn, dansaðu og kvóðu í januar í Hornahúsinum seks kvæði. Fleiri av teimum hevur kringvarpið ikki í savni sínum. Á ólavsøku fara vit at hoyra Dvørgamoy I, Brúsajøkils kvæði, Silvurlín, Det er i nat en v genat og Brókatátt. Hetta er fimtu ferð, at Sláið Ring og Kringvarp Føroya skipa fyri upptøkum saman. Tríggjar ferðir í Reinsarínum í Tórsgøtu, eina ferð í Skálanum í Klaksvík og nú í Hornahúsinum. Við jøvnum millumbili var boð eftir løgregluni á nátt. Løgreglufólk tóku sær av fleiri fullum og avdotnum fólkum í býnum. Eisini var onkur farin til hendurs, men tað var loyst á friðarligan hátt. Samarittarnir hava hjálpt nógv til, og tað hevur lætt um uppgávurnar hjá løgregluni. Ein fullur maður er skuldsettur fyri brot á politiviðtøkurnar, tí hann ikki vildi siga navn sítt í samband við spurningar frá løgregluni. Illgruni var eisini um, at ein bilførari koyrdi ávirkaður, antin av alkoholi, medisini ella rúsevnum. Persónurin varð handtikin, og løgreglan bíðar nú eftir svari frá blóðroyndini. Løgreglan hevur somuleiðis verið nógv til staðar í býarlívunum í nátt fyri at forða fyri ov stórum mannamúgvum. Tað var tó ikki so nógv, ið løgreglan kundi gera, annað enn at minna fólk á tilmælini um frástøðu. Tað kann vera avbjóðandi at halda tilmælini undir vanligum umstøðum, verri verður tá fólk hava fingið alkohol niðurum, sigur løgreglan. Nakað av fólki var eisini á ólavsøku í Suðuroy. Politið vitjaði á fleiri skeinkistøðum, men har var gott skil, sigur Tina Jakobsen, vaktleiðari á politistøðini í Havn. Millum evnini, sum løgmaður viðgjørdi í røðuni, var ríkisfelagsskapurin, heilsuverkið, uttanríkispolitikkur og bygnaðarbroytingar. Privata vinnan skal kunna bjóða tí almenna av, har tað er til fyrimunar fyri borgaran, og nakrar av almennu tænastunum verða útveittar, um tað er ein fyrimunur fyri føroyingin, segði løgmaður í røðuni. Tað er til dømis ikki uppgávan hjá landinum at reka partafeløg. Tí er tað í nøkrum førum skilabest at einskilja fyritøkur og í øðrum førum tryggja, at kappingin millum almennu partafeløgini og privatar fyritøkur verður jøvn, segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í røðuni. Ruth Vang, forkvinna í Framsókn, fegnast um, at heilsuverkið verður uppraðfest, men hon heldur tað avgjørt vera eitt stig skeiva vegin, at Føroyar eru í holt við at knýta seg fastari í ríkisfelagsskapin. Formaðurin í Tjóðveldi heldur, at røðan var kølsvart samband, sum hann sigur, og hann undrast eisini á, at løgmaður segði lítið og einki um mentanarøkið. Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, fegnast millum annað um, at farið verður undir ókeypis sálarviðgerð til børn og ung. Hann heldur tað hinvegin vera løgið, at løgmaður sigur, at Føroyar hava ein sterkan búskap, tá ið Bárður á Steig Nielsen ávaraði um búskaparstøðuna fyri einum ári síðan. Vit fáa gestir í studio, hitta fólk á gøtunum og fara út í ymisk grannaløg og vita, hvussu tey halda ólavsøku. Sendingin verður endursend í morgin. Føroyskur dansur á ólavsøku Kringvarpið hevur aftur í ár tikið upp kvæði, vísur og tættir at senda í sjónvarpinum. Tey trý dansifeløgini, Dansifelagið á Latrinum, Tøkum Lætt og Dansifelagið í Havn, dansaðu og kvóðu í januar í Hornahúsinum seks kvæði. Fleiri av teimum hevur kringvarpið ikki í savni sínum. Á ólavsøku fara vit at hoyra Dvørgamoy I, Brúsajøkils kvæði, Silvurlín, Det er i nat en v genat og Brókatátt. Hetta er fimtu ferð, at Sláið Ring og Kringvarp Føroya skipa fyri upptøkum saman. Tríggjar ferðir í Reinsarínum í Tórsgøtu, eina ferð í Skálanum í Klaksvík og nú í Hornahúsinum. Russiski trolarin, Jan Tarnyy, sum hevur ligið í Norðhavnini uttan á Kareliu og Casseopaia, er helst farin til fiskiskap norðan fyri Føroyar. Eingin av manningini á Jan Tarnyy er kannaður fyri koronu, hóast ávikavist 23 og 6 mans hava fingið staðfest smittuna umborð á Kareliu og Casseopaia. Ætlanin er, at fiskidagatalið bara verður broytt, tá farið verður upp um ella niður um mørkini í umsitingarætlanini. Tá verður dagatalið hækkað ella lækkað fimm prosent. Veiðireglan í umsitingarætlanini um lutfallið millum veiðu og fiskastovnar skal gera, at ikki verður neyðugt at broyta fiskidagatalið hvørt ár. Í ískoytinum til røðuna hjá løgmanni í gjár stendur, at landsstýrið hevur sett av pengar til átøk, sum skulu minka happingina og økja trivnaðin í fólkaskúlunum. Ein trivnaðarkanning, sum varð gjørd í fjør, vísti, at 11 prosent av næmingunum í fólkaskúlanum kenna seg happaðar. Tað er nakað minni enn í 2007, tá fyrsta slíka kanningin varð gjørd. Ætlanin er millum annað at seta trivnaðarvegleiðari fulla tíð á Námi, gera trivnaðarkanningar hvørt ár, hava anti happingardag hvørt ár, og skúlar kunnu søkja um eyka tímar til at gera kanningar ella onnur átøk. Ikki verður gjørt so nógv burturúr hesaferð sum í 2016, tí korona forðar fyri tí. Tá, í 2016, vórðu 300 fólk boðin á forsetasetrið Bessastaðir. Annars heitir íslendski forsetin á fólk um ansa betur eftir nú, tí líkt er til, at fólk eru farin at slaka við frástøðu og reinføri. Hvat hendir við skipinum og manningini, er framvegis óvist, men fyribils liggur skipið til í morgin, meðan reiðaríið tekur støðu til, hvussu farast skal fram, sigur Faroe Agency. Fleiri túsund fólk vóru komin saman at syngja á Vaglinum um midnáttarleitið í gjárkvøldið, hóast staðiligar áheitanir um at halda frástøðu. Jørmund Olsen, formaður fyri reinhaldinum hjá Tórshavnar kommunu undrast yvir, hvussu nógv fólk hevur verið í býnum í gjárkvøldið og í nátt, tí myndugleikarnir hava havt síni tilmæli í sambandi við korona smittuna, sigur hann í samrøðu við morgunsendingina í Útvarpinum. Allan Clementsen, sum koyrir ein av teimum stóru sópingarbilunum hjá kommununi, sigur, at hóast nógv fólk eru í býnum tá teir byrja at rudda um morgunin, eru fólk blíð og hampilig og flyta seg fyri amboðunum hjá kommununi. Klokkan tíggju minuttir í tvey í nátt fekk politiið fráboðan um, at eldur var í dagstovninum Lítlaskógi í Djóna í Geil gøtu i Havn. Politiið hevur tryggjað sær spor á staðnum og hevur fingið onkra fráboðan, men vil fegið frætta frá fleiri fólkum, sum halda seg hava sæð ella hoyrt okkurt. Nú korona smittan er uttan um okkum, fingu býlingar í Tórshavnar Kommunu ein fíggjarligan styrk at skipa fyri egnari ólavsøku fyri at halda fólkið mest møguligt á økinum. Í býlinginum Inni á Gøtu í Hoyvík gjørdu tey nógv burtur úr á fótbóltsvøllinum í býlinginum, har tjald var sett upp og ymisk tiltøk vóru á skránni ólavsøkudag. Undirtøkan var nógv betri enn vit høvdu droymt um og vit eru sera væl nøgd, sigur Lis Mortensen, sum er nevndarlimur í Eigarafelagnum Inni á Gøtu. Vanliga skal ólavsøkan haldast í miðbýnum í Havn, men vit hava lært, at tað riggar væl at skipa fyri slíkum tiltaki og tað er gott fyri samanhaldið í býlinginum. Hetta verður ikki seinastu ferð vit fara at hava líknandi tiltak, sigur Lis Mortensen. Leygardagin fór russiski trolarin Karelia aftur til fiskiskap, hóast tað varð staðfest, at 23 av manningini vóru smittaðir av koronu. Kaðalin, sum skal føra elorkuna inn á land, er lagdur og bundin í transformarastøðina á Oyrargjógv, so samband nú er millum orkuverkið í sundinum og elnetið. Frá1. august skulu sjúklingar og avvarðandi, sum skulu á Sjúklingahotellið Tórshavn í Keypmannahavn, kannast fyri koronu, áðrenn farið verður úr Føroyum. Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur í dag skrivað á sosialu miðlunum, at hann vil hava amerikanska forsetavalið í november útsett, tí leisturin við brævatkvøðum kann misnýtast og elva til svik og skeiv úrslit, sigur forsetin. Fá prógv eru fyri, at brævatkvøður elva til svik, men Donald Trump hevur í fleiri umførum sagt, at hesin hátturin at velja er ótryggur. Koronafarsóttin ger, at fleiri statir í USA vilja gera tað lættari hjá fólki at velja við brævi. Á sosialu miðlunum skrivar forsetin, at hesin hátturin at greiða atkvøðu fer at gera valið í november til tað mest skeiva og svikaliga forsetavalið í amerikanskari søgu, og tað verður eyðmýkjandi fyri USA. Fyrr í hesum mánaðinum boðaðu seks statir í USA frá, at teir vilja bara hava brævatkvøður til forsetavalið í november. Hesir statirnir fara at senda brævatvkøður til allar skrásettar veljarar, sum síðani senda atkvøðuna inn fyri valið. BBC skrivar í dag, at tey, sum finnast at skipanini við brævatkvøðum, stúra fyri, at fólk kunnu velja meira enn einaferð, og forsetin hevur sagt, at vandi er fyri, at fleiri túsund fólk fara at sita kring USA og velja fleiri ferðir. Fremsta uppgávan hjá forstjóranum verður at tryggja, at Magn framhaldandi verður ein sterkur orkuveitari í Føroyum. Eisini skal hann standa fyri skiftinum til grøna orku, millum annað við vindmyllulundini í Flatnahaga. Vit meta, at Finn Jakobsen hevur røttu førleikarnar at standa á odda fyri Magn og møta teimum avbjóðingunum og møguleikunum, sum liggja fyri framman. Sum tekniskur stjóri hevur Finn Jakobsen havt ein týðandi leiklut í at menna grønu orkuloysnirnar hjá Magn. Harumframt hevur hann drúgvar leiðsluroyndir og hevur neyvt innlit í øll rakstrarøkini hjá Magn, sigur Jens Meinhard Rasmussen, nevndarformaður í Magn, í tíðindaskrivi. Og Pál Weihe, professari í fólkaheilsu, mælir nú fólki til at vera á serligum varðhaldi næstu 14 dagarnar. Eru sjúkutekin, ræður um at venda sær til læknan og vera kannaður fyri koronu alt fyri eitt. Søgan um russiska trolaran Karelia, har minst 23 av manningini hava koronasmittu, er nú eisini komin til Russlands. Russiska tíðindastovan sigur eisini í innslagnum, at tann eini av russisku sjómonnunum er á intensivari deild á landssjúkrahúsinum. Tróndur Olsen legði til rættis. Skiparin umborð á Kareliu, Aleksej Reginja, verður nú møguliga stevndur fyri at seta eitt stórt tal av fólki í Vanda. Tað sigur russiska tíðindastøðin Vesti, í innslagi um støðuna umborð á trolaranum Karelia. Karelia fór til fiskiskap hóast í øllum førum 23 av teimum 77 fólkunum umborð høvdu koronusmittu. Sambært Vesti, so sigur russiska eftirliti fyri brúkararætt og vælferð at Og talan kann eisini vera um at taka fleiri loyvir frá russiska skipinum. Tað váttar Michael Boolsen fúti, fyri Kringvarpinum Júst hvørji loyvir talan er um, veit fútin tó ikki at siga enn. Vesti sigur tó, at endaliga avgerðin at straffa skiparan liggur hjá reiðarínum, og har tykjast tey ikki at viðurkenna hvussu álvarslig støðan umborð er. Reiðaríði hevur bannað øllum at seta seg í samband við skipið, og sigur at ongin er sjúkur umborð sambært russisku tíðindastøðini. Reiðarafelagið í Norðurrusslandi sigur tó fyri Vesti, at manningin umborð ikki er slept upp á fjall. Spurningurin um hvussu og hvar manningin kann flytast til er trupul at fáa greiðu á, sigur Norðurrussiska reiðarafelagið við tíðindastovuna Vesti. Eftirmæli, Umboð fyri reiðaríði hjá Kareliu siga við Vesti siga Sambært russisku tíðindastøðini, so er tann eini av innløgdu russisku sjómonnunum á intensivari deild á landssjúkrahúsinum. Men sambært Vesti, so hevur eitt umboð fyri reiðaríði hjá Kareliu noktað fyri, at nakar skal kunna seta seg í samband við skipið. Eisini sigur hann, at ongin umborð á skipinum er sjúkur. Søgan um russiska trolaranum Karelia, har minst 23 av manningini hava koronasmittu, er nú eisini komin til Russlands. Sambært tíðindastøðini Vesti, so verður skiparin, Aleksej Reginja møguliga stevndur tí hann hevur sett eitt stórt tal av fólki í vanda. Sambært Vesti sigur russiska eftirliti fyri brúkararætt og vælferð at Vit halda at skiparin á grovan hátt breyt tilmælini hjá okkum, tá ið hann tók avgerð um at halda fram við fiskiskapi, aftaná at koronusmittan varð funnin ímillum manningina. Avgerð er tikin at byrja eina mannagongd sum frátekur honum prógv um trygd á sjónum. Sambært russisku tíðindastøðini, so er tann eini At loyvir nú vera tikin frá russiska skipinum váttar Michael Boolsen fúti fyri kringvarpinum í dag. Boolsen sync Høgni við Tutlá hevur eitt ótrúligt loyndarmál. hann kann broytast til eitt dýr. Øll sløg av dýrum, í veruleikanum eina loppu, eina dúgvu, ein nashyrning . Trupulleikin hjá Høgna er, at hetta, at hann broytist til eitt dýr, er als ikki nakað, sum kemur væl við. Hvørja ferð, hann er stúrin, hendir tað, og tað hendir alla staðni. Høgni hevur tríggjar góðar vinir, sum mugu hjálpa honum at klára hesa svakligu nýggju megina og tað skal vera skjótt. Sam Copeland skrivaði og Tórarinn á Rípuni týddi. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2019. Hjálmar Dam lesur. Verandi skipan, har landið rindar, skuldi halda uppat nú um mánaðarskiftið. Men hon heldur fram til 14.august, hevur Heilsumálaráðið boðað frá. Heilsumálaráðið sigur, at tey, sum koma til Føroya, eiga at fara beint í heimauppihald, til tey hava fingið svar upp á kanningina. Fíggjarnevndin játtaði tann 9.juli seks milliónir krónur til koronukanningarnar eftir 10.juli. Sagt varð, at tær seks milliónirnar vóru til kanningar í tríggjar vikur. Skipið skuldi upprunaliga til Ghana, men var liggjandi, tá koronasmitta var staðfest umborð, eftir tað hevði ligið í Norðhavnini saman russisku skipunum, Kareliu og Jan Tarny. Ætlanin var annars, at skipið skuldi liggja til í dag, tá ein avgerð skuldi takast um manningina, men Cassiopeia loysti stutt eftir klokkan 10 í gjárkvøldið. Nú skulu íslendingar aftur halda tveir metra frástøðu, og markið fyri, hvussu nógv kunnu savnast, verður 100. Tað hevur verið 500. Formaðurin í Fíggjarnevndini, Magnus Rasmussen í Sambandsflokkinum, segði, at uppskotið hevur, sum tað var orðað tá, ikki politiska undirtøku. Sambært lógaruppskotinum skuldu flogfeløg, sum eru skrásett í Føroyum, fáa endurrindað 35 prosent av lønunum til flogskiparar, stýrimenn og flogternur í flogfeløgum og tyrlum. Henda støðan hevur við sær, at tað er torført fáa avloysara fyri landslæknan í Føroyum, Lars Fodgaard Møller, sum fer í summarfrí mánadagin. Hóast hann er í summarfrí, fer Lars Fodgaard Møller at taka sær av at smittuspora fólk í sambandi við koronu saman við teimum, sum starvast hjá landslæknanum. Tríggir bøndur á Viðareiði, Esmar Sørensen, Niels Absalonsen og Rói Absalonsen, hava bygt eitt stórt og nýmótans leysgongufjós, har 110 mjólkikýr nú eru. Pláss er fyri 130 kúm og tað er málið í framtíðini. Sum er hava teir ov lítið av stráfóðri og tí verður nú farið undir at velta meira bø, umframt at teir nú sláa tvær ferðir. Tað hjálpir væl at bøurin nú er vetrarfriðaður, sigur Esmar Sørensen. Fuglafrøðingurin, Jón Aldará, skrivaði serritgerð um kjógva, tá hann tók prógv sítt. Nú granskar hann kjógva og liður í hesi gransking er at ringmerkja pisuna. Frítíð og náttúra var saman við Jóni ein dagin, hann ringmerkti kjógvapisu norðanvert Akraberg. Tá vit ferðast í føroysku náttúruni koma vit tíðum fram á jarðriv erosjón og nógvastaðni er svarðloysi. Frítíð og náttúra hevur verið ein túr í haga norðan fyri Havnina og vit dvølja við markið millum Hoyvíkshagan og Sundshagan. Útlendsk skip, sum liggja við føroyska kei, eru ikki at rokna sum føroyskt økið, og tí hava føroyskir myndugleikar onga heimild umborð. Skal løgreglan hava fleiri heimildir á hesum øki, er tað ein politiskur spurningur, sigur Michael Boolsen, sum er fúti og formaður í farsóttarnevndini. Sambært havnaskrivstovuni er keiøkið Í Runavík avbyrgt og portrið er stongt. Bæði skipararnir og agenturin hjá skipunum í Føroyum hava fingið at vita, at eingin skal í land. Hetta er ein heilsukreppa, sum bara verður staðfest eina ferð í hvørjari øld, men avleiðingarnar fara at merkjast í áratíggju, segði hann. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna, hevur sent eitt uppskot til ummælis um at broyta lógina um Húsalánsgrunnin, soleiðis at Bústaðir fáa heimild at fíggja bústaðabygging fyri 400 milliónir krónur næstu árini. Landsstýrið hevur gjørt av marka 100 milliónir til bústaðabygging í tí partinum av landinum, har mett verður, at kapping ikki er sannlík. 100 milliónir eru ikki markaðar og fara til verkætlanir í økjum, har møguleiki er fyri kapping, skal hetta verða á jøvnum grundarlagi, tá ið ræður um avkast og atgongd til kommunal grundstykki, sigur landsstýrið. Landsstýrið sigur, at við jøvnum treytum verða betri møguleikar hjá Bústøðum at samstarva við privatar og stovnsligar íleggjarar og økja um útboðið. Sambært uppskotinum, sum er sent til hoyringar, skulu 200 av teimum 400 milliónunum markast til verkætlanir, ið verða gjørdar í samráði við landsstýriskvinnuna í bústaðamálum. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum, fer nú at kanna møguleikarnar at útveita Svínoyar og Fugloyarleiðina og Kalsoyarleiðina hjá Strandferðsluni. Stjórin í felagnum Vindrøkt, Jóhan í Niðristovu, vísir aftur, at tað verður dýrari hjá brúkaranum, um netið og framleiðslan hjá SEV verða liðað sundur. Tað verður tvørturímóti ein fyrimunur, sigur hann. John Zachariassen, nevndarformaður í SEV, segði í útvarpinum hósdagin, at verða netið og framleiðsluparturin hjá SEV skild sundur, fer streymprísurin at hækka. Kjakast verður um alkohol frítt øl og vín, eina svikna vinkonu, føroysk klæðir nú og fyrr, ein ráðandi pápa og um ikki at klappa, tá tjóðsangurin er sungin. Trý flogfør duttu niður á landi í Føroyum undir krígnum. Ein týskur flúgvari rendi á Lokkan á Borðoynni. Ein bretskur flúgvari rendi á fjallið yvir Mýradalinum millum Hvalba og Botn. Ein annar bretskur flúgvari datt niður í Viðoynni. Leingi ivaðust bretar, um tað bar til at gera flogvøll í Føroyum. Í december 1941 varð bretski heryvirmaðurin Leo Maxton sendur til Føroya at kanna umstøðurnar og fór heim aftur við teimum boðum, at bæði flogvøllur og flogstøð kundu gerast í Vágum. Í Føroya Reiðarafelag sóu teir, sum tá myndaðu felagið, einasta møguleika vera fyri at bøta um støðuna, at útvega Føroyum størri part av felags makrelkvotuni millum strandalondini. Í Australia er staturin Viktoria í undantakstøðu, nú Korona herjar aftur í landinum. Metnógv fólk eru smittað millum 6 og 700 um dagin hósdagin og fríggjadagin. Útgonguforboðið merkir, at fólk einans kunnu fara heimanífrá millum klokkan átta og 5 á morgni, um tey skulu í viðgerð, skulu veita viðgerð ella skulu til arbeiðis. Sorin Anghel sigur, at tað er trupult at venda gongdini í dag, men arbeiðssetningurin frameftir er greiður. Vit skulu vera sum ein familja, leikararnir skulu elska at spæla fótbólt og vit skulu bara enda omanfyri niðurflytingarstrikuna. Seinast smitta varð staðfest í Føroyum er sostatt tann 30.juli tá fimm av manningini á litavska skipinum Casseopeia fingu staðfest smittuna. Á heimasíðuni hjá løgmanskrivstovuni ber til at síggja hvørjar nevndir og ráð landið antin hevur ella er umboðað í. Tey eru 149 í talið tá eru tey 60 kirkjuráðini ikki tald við. Undir Almannaráðnum er eitt nú Bústaðir, Demokratia, Javnstøðunevndin Jólamerkjagrunnurin, leigunevndin og kærunevndin í almanna og heilsumálum. Í Fíggjarmálaráðnum eitt nú Fíggingargrunnurin, Búskaparráðið og Váðaráðið Helgi Abrahamsen landsstýrismaður í vinnumálum segði við útvarpið fríggjadagin, at hann fer at leggja eitt uppskot fyri tingið í heyst, sum merkir, at fólk fara at kunna ganga frítt í haganum. Bóndir kunnu eins og onnur veita tænastur, sum teir taka pengar fyri, men eitt nú eitt gjaldsportur fer ikki at bera til, um landsstýrismðaurin sleppur at ráða. Helgi Abrahamsen hevur í longri tíð arbeitt við at gera eitt uppskot, men málið hevur ikki verið umrøtt í landsstýrinum, og tað verður uttan iva broytt, sigur Jørgen Niclasen NSÍ hevði trupult við at fóta sær í dag, og við tveimum málum frá Dan í Soylu var eingin ivi um, at HB er besta liðið í deildini. KÍ heldur góðu gongdini frá sigrinum á NSÍ við Løkin á ólavsøku. Í dag stóð eitt veikt Skála lið fyri tørni. Skála hevur skift venjara til dagsins dyst. Bill M. Jacobsen er givin, og Sorin Anghel hevur tikið yvir sum høvuðsvenjari. Men tað var ikki í dag, at Sorin Anghel fekk vent gongdini hjá Skála. Eftir bert 17 minuttir var Skála longu aftanfyri við trimum málum. Útfrá dagsins sigri kann man siga, at tað riggaði at skifta fokus. Víkingur skjeyt seks mál, og málini komu frá seks ymsum málskjúttum. Skála KÍ 0 6 0 3 6 minuttir Jóannes Bjartalíð 15 minuttir Jóannes Bjartalíð 17 minuttir Jóannes K. Danielsen 68 minuttir Deni Pavlovic 81 minuttir Páll Klettskarð 88 minuttir Jonn Johannesen Víkingur EB Streymur 6 0 5 0 16 minuttir Sølvi Vatnhamar 22 minuttir Gunnar Vatnhamar 32 minuttir Finnur Justinussen 35 minuttir Jákup Johansen 44 minuttir Ari Olsen 60 minuttir Noah Mneney Samráðingarnar hava verið harðar. Partarnir eru farnir hvør til sítt, og eingin fundur er avtalaður, sigur ein kelda, sum vil vera ónevnd, við Sermitsiaq. Grønland krevur í sínum lagi, at allar ES kvotur í grønlendskum sjógvi minka. Skip úr ES londum hava í fleiri ár fiskað tosk, rækju, svartkalva og lodnu í grønlendskum sjógvi. Russiski trolarin Karelia er nú veg til Kaliningrad, sambært heimasíðuni Marinetraffic. Karelia kemur til Kaliningrad seinnapartin hósdagin. Skipið er nú við norsku strondina. Hin russiski trolarin, sum lá í Norðhavnini í Klaksvík, Jan Tarny, er á fiskileið norðan fyri Føroyar. Litavska farmaskipið Cassiopeia, sum eisini var í Norðhavnini, er á veg til Las Palmas á Kanariuoyggjunum. Korona varð staðfest hjá manningunum á Kareliu og Cassiopeiu, meðan skipini lógu í Norðhavnini. Manningin á Jan Tarny tók ikki av tilboðnum frá landslæknanum um at lata seg kanna fyri koronu. Stovnurin heitir á øll heimsins lond um at stríðast ímóti virusinum, hóast avleiðingarnar kunnu verða álvarsligar, millum annað vaksandi arbeiðsloysi. Fyri einari viku síðani vórðu 500 smittutilburðir skrásettir um vikuna í Fraklandi. Nú eru 1.300 tilburðir um vikuna, og tilsamans eru 225.000 fólk skrásett at hava korunu í Fraklandi. Eisini í Póllandi veksur talið av smittaðum. Har eru 43.346 skrásett at hava koronu. WHO ávarar um, at farsóttin er ikki av, verri enn so. Nógv lond, sum hildu, at nú var komið um tað ringasta, staðfesta fleiri smittutilburðir, sigur aðalskrivarin í WHO, Tedros Adhanom Ghebreyesus. Eg havi sagt, at eg fari ikki at drála við at steðga tilgongdini, eru tekin um, at fleiri verða smittað. Og nú eru tekin um tað, sigur bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson. Landsstýrissamgongan ætlar at selja sín part í ávísum fyritøkum, men Atlantsflog verður verandi á almennum hondum. Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður. Undanfarna samgonga royndi at selja almenna partafelagið Posta, men tað eydnaðist ikki. Sitandi samgonga ætlar eisini at gera eina roynd at selja Posta. At kanningarúrslitini verða tøk eftir 90 minuttum, fer at hava við sær, at tað ber til nógv skjótari at staðfesta, hvussu nógv smittan hevur breitt seg, sigur bretski heilsumálaráðharrin, Matt Hancock. Í løtuni fáa tríggir fjórðingar av teimum, sum verða kannað, svar eftir einum samdøgri. Ein fjórðingur noyðist at bíða eftir svari i tvey samdøgur. Tað er ikki neyðugt hjá heilsustarvsfólki at hava eina serliga útbúgving at brúka nýggja kanningarháttin, og tað ber til at kanna fólk fyri koronu á starvsstovum, sum kunnu flytast. Tað er ein stórur fyrimunur, at hesar kanningar kunnu staðfesta beinkrím ella COVID 19 eftir so stuttari tíð, sigur heilsumálaráðharrin í Bretlandi. Frá 1942 vórðu Føroyar betur vardar fyri flogførum. Tað hevði eitt nú samband við, at ein flogbreyt var liðug í Sullomvoe í Hetlandi. Nú vóru flúgvarar á Føroyaleiðini alt samdøgrið, og tráðleyst samband var millum RAF í Føroyum og Hetlandi. Bæði úr Hetlandi og Føroyum var samband við flúgvarar. Fleiri radarstøðir vórðu bygdar kring landið. Tær vóru á Borðuni, á Eiðiskolli, í Mykinesi, á Trælanípu, í Akrabergi, Søltuvík, við Hoyvíkstjørn og í Vatnsoyrum. Aðalorðaskiftið verður drúgvt, segði løgtingsformaðurin longu, áðrenn tað byrjaði. Hildið verður á til klokkan hálvgum sjey ella sjey í kvøld og so verður hildið fram klokkan tíggju fyrrapartin í morgin. Framsøgufólkini hjá flokkunum, løgmaður og landsstýrisfólk hava hálvan tíma talutíð. Fyrstu ferð kunnu tey tosa í eitt korter, aðru ferð í tíggju minuttir og triðju ferð í fimm minuttir. Tað er støðan, nú varskógvaraskipanin hjá alment settum starvsfólkum hevur virkað síðani 5. mars í fjør. Landsgrannskoðanin umsitur skipanina. Í hesum eina førinum, sum higartil er farin gjøgnum alla varskógvaraskipanina, helt aðalstjórin, eftir at hava kannað málið, ikki, at meira skuldi gerast við varskógvanina. Sambært lógini skal landsstýrismaðurin í fíggjarmálum eftir tveimum árum geva løgtinginum frágreiðing, um lógin virkar eftir ætlan, og um broytingar mugu gerast í henni. Tað verður so fyrst í mars næsta ár. Varskógvaraskipanin er øll í trúnaði, so einki fæst at vita um, hvørji mál, hon fæst við. Á heimasíðuni hjá Landsgrannskoðanini eru teldupostbústaður og telefonnummar hjá varskógvaraskipanini. Har eru eisini upplýsingar um skipanina. Annars hava fólk altíð kunnað boðað Landssgrannskoðanini frá, um tey halda, okkurt ikki er í lagi á almennum stovni. Slíkar fráboðanir verða tiknar við í grannskoðanina, sigur Beinta Dam, landsgrannskoðari. Hjúnini Elin og Martin Mikkelsen vóna at sleppa í gongd at byggja sethúsini á grundstykkið í Kunoy fyrst í september. Tey búseta seg í Kunoy, hóast hann er uppvaksin í Ánunum og hon er úr Noregi. Martin sigur, at honum hevur altíð dámt væl í Kunoy og afturat tí er eitt grundstykki í Kunoy væl bíligari enn í Klaksvík. Tann stóri trupulleikin er kortini, at tað er ógjørligt at fáa nóg stóra fígging til eini nýggj sethús í Kunoy. Hevði eg ikki verið húsasmiður sjálvur og havt aðrar handverkarar í familjuni, hevði tað yvirhøvur ikki borið til, tí fíggingarstovnarnir vilja ikki lata nóg stóra fígging til eini hús í Kunoy samanborið við í Klaksvík, sigur Martin Mikkelsen. Sóleyð Klettskarð í Kongsstovu, borgarstjóri í Kunoyar Kommunu, sigur, at kommunan fær javnan fyrispurningar um grundstykki og vísir fólki á grundstykki, men tey fáa ikki fígging uttanfyri Klaksvík. Hetta er ikki í lagi, tí soleiðis drepa tey útjaðaran. Vit hava gjørt vart við trupulleikan hjá myndugleikunum, eisini í Kommunufelagnum, men einki er hent, sigur Sóleyð. Nú hevur ein fyritøka keypt fýra grundstykki í Kunoy, setir tey upp og selur tey innilokað. Borgarstjórin harmast um, at tey flestu húsini, sum koma upp nú, verða summarhús. Kommunan fær ikki inntøkur av summarhúsum, men har aftur ímóti fær hon útreiðslur, tí hon má gera vegir og annað. Skal hugsingur vera um at byggja sær sethús í Kunoy ella øðrum smærri bygdum, skalt tú vera væl fyri fíggjarliga, ella skulu fólk vera før fyri at gera alt sjálvi, sigur Sóleyð Klettskarð í Kongsstovu, sum enn einaferð ætlar sær at vísa myndugleikunum á hendan skeivleikan. Hon sigur, at virðið, sum fíggingarstovnarnir seta á hús í Kunoy og øðrum smærri bygdum, samsvarar ikki við tann prísin, ið hús verða keypt og seld fyri. Tann prísurin er væl hægri. Seinasta vikuskifti vórðu 109 nýggir tilburðir skrásettir í Danmark. Í løtuni eru 24 fólk innløgd við koronu í Danmark, tvey teirra á intensivari deild. Eitt fólk er staðfest deytt av koronu í Danmark seinasta samdøgrið. Tilsamans hava nú 13.996 fólk fingið staðfest koronu í Danmark. Enn er tað landskassin, ið ber kostnaðin kanningarnar, tí landið hevur ikki heimild til at krevja pening fyri kanningar frá fólki. Ikki enn í øllum førum. Í sjónvarpsstovuni viðgjørdu Niels Winther, ráðgevi í Vinnuhúsinum, Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum, og Marita Dalsgaard, forfólk í LISA, eisini ólavsøkurøðuna hjá løgmanni. Talið á teimum, sum fáa lønarískoyti, minkar støðugt. Í juli vóru tey 897. Tá flest fólk vóru í skipanini tann 4. apríl, vóru tey 4.320. Skipanin við lønarískoyti er galdandi henda mánaðin aftrat, og nú rindar landskassin. 20 milliónir krónur eru játtaðar til endamálið. ALS umsitur tó framvegis skipanina. Talið á teimum, sum fáa vanligan arbeiðsloysisstuðul, minkar eisini. Í juli fingu 450 fólk arbeiðsloysisstuðul, men nú er talið komið niður í 426. Fyrrverandi kongurin í Spania, Juan Carlos, er fluttur av landinum. Tað hevur hann boðað soni sínum, Felipe kongi, frá, upplýsir spanska kongshúsið. Í summar kom fram, at ein ákæri í hægstarætti í Spania er farin at kanna Juan Carlos og leiklut hansara í sambandi við ein sáttmála, sum varð gjørdur við Saudiarabia um snartok. Ákærin kannar, sum Juan Carlos kann rættarsøkjast fyri mutur, ella um órinið immuniteturin vardi hann til juni 2014, tá hann legði frá sær sum kongur. Eitt sveisiskt dagblað skrivar, at hann fekk umleið 100 milliónir dollarar, ella 650 milliónir krónur í okkara peningi, sum eftir øllum at døma standa í einum banka í Sveis. Seinastu tíðina er umdømið hjá spanska kongshúsinum versnað munandi, og vinstrahalli flokkurin, Podemos, hevur kravt, at fólkaatkvøða verður um framtíðina hjá kongsveldinum. Føroyar varðveita sítt kredittvirði hjá ratingfyritøkuni Moody s. Tað er greitt, eftir at fyritøkan í juni hevði netfundir við landsstýrið, andstøðuna og landsbankan. Føroyar hava sostatt triðhægstu meting á ratingstiganum hjá Moody s, sum hevur 21 stig. Onnur lond, sum hava sama kredittvirði sum Føroyar, eru Frakland og Bretland. Landsstýrið tók í mai mánaði umleið tríggjar milliardir krónur í lán. Helvtin av upphæddini fór til at rinda aftur lán, sum fall til gjaldingar 11. juni. Hin parturin, 1,6 milliardir krónur, skal nýtast at fíggja eitt væntað hall á fíggjarlógini í ár og næsta ár. Sostatt er lánsbrævaskuldin hjá landskassanum vaksin 1,6 milliardir krónur í ár. Úrslitið fyri skatt er 74 milliónir krónur. Tað var 151 milliónir krónur fyrra hálvár í fjør. Eftir skatt er avlopið hjá BankNordik í fyrra hálvári í ár 58 milliónir krónur. Útlánini vóru 10,1 milliard, tey fóru niður í 9,9 milliardir. Men solvensurin fór úr 19,6 prosentum fyrra hálvár í fjør upp í 24 prosent í ár. BankNordik sigur, at tørvurin hjá fyritøkum og húsarhaldum á fíggjarligari hjálp er minkaður. Bankin gjørdi av fyrst í mars fyribils ikki at gjalda vinningsbýti fyri 2019. Men tann avgerðin verður endurskoðað, um búskaparliga gongdin ikki broytist munandi. BankNordik hevur sett av 35 milliónir krónur móti tapum, sum standast av koronu. Tjóðleikhúsið skal vera í Havn, men tað er als ikki vist, at tað verður á Skálatrøð. Tað segði Jenis av Rana, landsstýrismaður, í løgtinginum í gjár. Í fíggjarlógini fyri 2011 vóru fimm milliónir til tjóðleikhúsið. Uppskot um byggiskrá var liðugt við árslok 2017 og dagført í november 2018. Ætlanin er, at verkætlanin partvíst skal fíggjast við uttanhýsis fígging. Í tí sambandi má lógaruppskot um at útvega uttanhýsis fígging til at byggja tjóðleikhús leggjast fyri løgtingið. Hagafelagið fegnast um, at Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum, ætlar í løgtingið við lógaruppskoti, ið skal tryggja atgongdina til frítt at ferðast í náttúruni. Dorthea Joensen, bóndi á Signabø, og 84 ára gamla fastir hennara, Oda Johannesen, sum er uppvaksin á Signabøgarði, greiddu í Morgunsendingini í morgun frá søguni á Signabø og túrum, sum ferðafólk og føroyingar hava møguleika at uppliva her. Hoyr innslagið her. Tvey fólk í Føroyum hava fingið staðfest koronusmittuna. Tað váttar Lars Fodgaard Møller, landslækni í Føroyum, fyri Kringvarpinum. Tey bæði fólkini, sum hava fingið staðfest COVID 19 smittuna, hava bæði verið á ólavsøku, og fólkini hava ikki tilknýti til hvønn annan. Eitt annað fólk, sum eisini var statt í Føroyum á ólavsøku, og sum nú er farið aftur til Danmarkar, hevur eisini fingið staðfest koronusmittuna. Tað er óvist, um hetta triðja fólkið er smittað í Føroyum. Landslæknin veit longu við vissu, at tvey av fólkunum eru smittað í Føroyum, upplýsir Heilsumálaráðið. Landslæknin mælir nú øllum til at taka støðuna í størsta álvara. Tað er neyðugt, at øll venda aftur til góða atburðin við góðum reinføri og neyðugu frástøðuni, sigur hann. Taka vit okkum ikki um reiggj nú, er veruliga vandi fyri, at smittan fær fastatøkur í Føroyum. Her er talan um tríggjar ymiskar smittuketur, sigur landslæknin. Tí skulu vit brúka stóra orku upp á at smittuuppspora tær ymisku smittuketurnar, sigur Lars Fodgaard Møller í tíðindaskrivi, sum varð sent út beint eftir klokkan 12. Bæði landsstýrið og Epidemikommisjónin fara at koma saman sum skjótast, nú fleiri nýggir COVID 19 tilburðir eru staðfestir, upplýsir Heilsumálaráðið. Landslæknin heitir á øll fólk, sum hava verið í sambandi við tey smittaðu, um at seta seg í samband við seg á teldupostinum Teir báðir tilburðirnir, sum nú eru staðfestir í Føroyum, eru staðfestir í kanningum í Havn og Klaksvík, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni, við Kringvarpið. Tað sigur K re Mølbak, leiðari fyri smittutilbúgvingina á Statens Serum Institut, við danska blaðið, Ingeniøren, á heimasíðuni. Millum tey viðurskiftini, sum danska stjórnin skal gera semju um, er náttarlívið og at hækka markið fyri, hvussu nógv fólk kunnu savnast. Útlendsku sjómenninir, sum vóru farnir til handils í Fuglafirði í gjárkvøldi, vórðu ikki kannaðir fyri koronu, tá ið teir fóru í land. Tað upplýsir bæði havnarfútin í Fuglafirði og vakthavandi hjá løgregluni. Menninir vóru við tangaskipinum Key Fighter, sum kom til Fuglafjarðar við lýsi. Løgreglan tosaði við teir, og teir fóru umborð aftur. Skipari og umboðið hjá skipinum í Føroyum høvdu annars fingið at vita, tá ið skipið kom, at fer fólkið í land, má tað ikki fara aðrastaðni enn á bryggjuna við skipið. Men nakrir sjómenn vóru kortini farnir til handils. Síðan 18. apríl eru fleiri tilburðir staðfestir, men allir tilburðirnir eru komnir aðrastaðni frá enn í Føroyum. Millum annað eru fleiri tilburðir staðfestir í seinastuni umborð á útlendskum skipum, sum hava ligið við bryggju í Føroyum. Klokkan 18.00 í kvøld var talið av teimum, sum eru í sóttarhaldi, farið upp um 60. Av teimum hava 8 samband við útlendsku sjómennirnar. Tað verður mett, at bankin er verdur okkurt um eina milliard krónur nú. Selur landsstýrið tann triðingin av bankanum, sum landið eigur umvegis Fíggingargrunnin frá 1992, verður tað okkurt um 333 milliónir krónur. 14 nýggir koronutilburðir eru staðfestir í Føroyum í dag. Tað vísa nýggjastu kanningarúrslitini hjá landslæknanum, skriva heilsumyndugleikarnir á corona.fo Úrslitið byggir á tilsamans 41.459 kanningar, upplýsir Heilsumálaráðið. Tilsamans hava 241 fólk nú fingið staðfest koronusmittuna í Føroyum. 192 av hesum eru staðfest frísk aftur. 49 persónar eru sostatt smittaðir í løtuni, men 32 av smittaðu persónunum eru farnir av landinum aftur. Eitt fólk er innlagt á Sjúkrahúsverki Føroya við koronu. Landslæknin mælir øllum til at taka støðuna í størsta álvara. Tað er neyðugt, at øll venda aftur til góðu atferðina við góðum reinføri og neyðugu frástøðuni, sigur hann. Avlýsingarnar byrja longu at koma frá ymsum tiltøkum, nú korona aftur er farin at gera um seg í Føroyum. FSF sigur við portal.fo í morgun, at starvsnevndin í FSF hevur tikið avgerð um, at frá mikudegnum 5. august til og við leygardagin 22. august, verða allir dystir í vaksnamannadeildunum spældir uttan áskoðarar. Fyriskipararnir av mentanarnáttini í Havn hava eisini boðað frá í morgun, at eingin mentanarnátt verður í ár. Seinastu mongu árini hevur mentanarnáttin verið fyrsta fríggjadag í juni mánaði, men koronu tilmælini gjørdu, at fyrireikararnir í fyrstu atløgu útsettu mentanarnáttina í ár til 11. september. Men nú er so greitt, at eingin mentanarnátt verður í ár. Fyrireikararnir vísa á í tíðindaskrivi, at nógv tíð og orka verður løgd í at fyrireika og at leggja skrá og tiltøk til rættis, og byrjast má í góðari tíð. Men tað er enn ivasamt, hvussu støðan við koronu verður í september, og tí ber illa til at gera neyvar fyrireikingar. Løgreglan heitir á bilførarar um at finna aðra farleið enn hana nær við Landssjúkrahúsið, tí bíðirøðin til koronakanningar er sera long í løtuni. Sama støða var galdandi í Klaksvík fyrr í morgun, men nú er eingin bíðirøð til koronakanningar á Klaksvíkar Sjúkrahúsið longur. Alexandra á Dul, stjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi sigur í morgun, at tey hava áleið 130 fólk, sum hava fingið tilvísing frá kommunulækna, til at lata seg kanna á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í dag, og hon væntar, at tá dagurin er liðugur, verða tað helst fleiri, sum eru kannað. Eisini á Suðuroyar Sjúkrahúsi er trýst á í dag. Hans Pauli Henryson sigur, at tað er ein stórur vøkstur í dag, og nú kanna tey áleið líka nógv fólk, sum tey gjørdu fyrr í ár, tá ið korona var í hæddini. Vit hava broytt mannagongdir frá í dag av, so at nú kanna vit fólk hvønn dag á Suðuroyar Sjúkrahúsi, og ikki bert nakrar dagar um vikuna, sigur Hans Pauli Henryson. Landslæknin, Lars Fodgaard Møller, Michael Boolsen, fúti og formaður í Farsóttarnevndini, Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, og Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, luttaka á fundinum. Tíðindafundurin hjá landsstýrinum klokkan 15 verður sendur beinleiðis í sjónvarpinum og útvarpinum. Her á kvf.fo siga vit eisini frá tíðindafundinum. Petur Jákupsson á Strondum helt tað vera alt ov ópraktiskt at fara í og úr buksunum til føroysku klæðini, og ikki fyri at tala um tá hann skuldi kasta sær á vatninum. Tí leitaði hann eftir seymikonu, sum kundi seyma einar buksur við splittu og til reim og við rúmligum lumma. Tað var Joan Hentze Jørgensen á Argjum, sum hevur seymistovuna Dreymar. Petur er sera væl nøgdur við nýggju buksurnar, sum hann var í á ólavsøku í ár. Í Góðan morgun Føroyum í morgun var samrøðu við Petur og Joan um buksurnar og samrøðuna er her. Landslæknin staðfesti á tíðindafundinum fyrr í dag, at meginparturin av teimum smittaðu eru í miðstaðarøkinum. Áður hevur verið tosað um at gera lokalar avmarkingar, um so er, at smittan ger um seg eitt ávíst øki. Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu sigur, at tey nú fara at hava fund um støðuna í Havn, har tey millum annað skulu taka støðu til, hvørji tiltøk skulu skulu setast í verk á eldraøkinum og á dagstovnaøkinum. Enn er óvist, um nøkur avmarking verður á dagstovnaøkinum, men tað er vist, at eldraøkið verður umskipað, nú korona aftur er í landinum. Tí Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum segði í tíðindasending í sjónvarpinum fyrr í dag, at tað nú verður farið aftur til at verja eldraøkið. Stjórin í Kommunufelagnum segði eisini, at eingi vitjandi longur sleppa á ellis og røktarheim og at tilboðini annars verða skerd. Men nærri kunning kemur um tað, sigur stjórin í Kommunufelagnum, og tað sama segði borgarstjórin í Tórshavnar Kommunu. At korona aftur er staðfest í samfelagnum hevur gjørt, at Tórshavnar Kommuna hevur tikið støðu til at heita á øll foreldur, um at ikki koyra børnini á dagstovn í morgin. Fyri ar binda um heilan fingur vilja vit heita á øll foreldur at hava síni børn heima í morgin og fríggjadagin, um tað ber til. Hesir fýra dagarnir geva okkum tíð til at síggja, hvussu støðan broytist komandi tíðina, og hvat so skal gerast, sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu. Tórshavnar Kommuna ætlar sær eisini at kanna fleiri starvsfólk á dagstovnaøkinum, fyri at tryggja sær, at sjúka ikki verður borin inn ella út av dagstovnaøkinum. Stovnarnir hava tó opið í morgin, hóast vit heita á foreldur at hava børnini heima. So mugu vit vita, hvussu støðan er, tá vit koma fram til vikuskiftið og um vit tá mugu stongja stovnarnar, sigur Annika Olsen. Á eldraøkinunm er støðan ein onnur, tí har eru starvsfólk kannað meira javnan, tí tað er júst fólk á eldraøkinum, sum eru mest útsett, tá ið umræður koronasmittuna. Tó verða uttan iva eisini avmarkingar á eldraøkinum í øllum landinum, og tann kunningin kemur seinni, segði Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum, í eyka tíðindasendingini hjá sjónvarpinum fyrr í dag. Tann sendingin kann síggjast her. Høgni við Tutlá hevur eitt ótrúligt loyndarmál. hann kann broytast til eitt dýr. Øll sløg av dýrum, í veruleikanum eina loppu, eina dúgvu, ein nashyrning . Trupulleikin hjá Høgna er, at hetta, at hann broytist til eitt dýr, er als ikki nakað, sum kemur væl við. Hvørja ferð, hann er stúrin, hendir tað, og tað hendir alla staðni. Høgni hevur tríggjar góðar vinir, sum mugu hjálpa honum at klára hesa svakligu nýggju megina og tað skal vera skjótt. Sam Copeland skrivaði og Tórarinn á Rípuni týddi. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2019. Hjálmar Dam lesur. Høgni við Tutlá hevur eitt ótrúligt loyndarmál. hann kann broytast til eitt dýr. Øll sløg av dýrum, í veruleikanum eina loppu, eina dúgvu, ein nashyrning . Trupulleikin hjá Høgna er, at hetta, at hann broytist til eitt dýr, er als ikki nakað, sum kemur væl við. Hvørja ferð, hann er stúrin, hendir tað, og tað hendir alla staðni. Høgni hevur tríggjar góðar vinir, sum mugu hjálpa honum at klára hesa svakligu nýggju megina og tað skal vera skjótt. Sam Copeland skrivaði og Tórarinn á Rípuni týddi. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2019. Hjálmar Dam lesur. Javnaðarflokkurin skjýtur upp at játta 1,6 milliónir til útbúgving av yngri læknum. Peningurin skal takast av kontuni til at lata sendistovu upp í Ísrael. Aksel V. Johannesen í Javnaðarflokkinum sigur í viðmerkingunum til uppskotið, at landssjúkrahusið og kommunulæknarnir hava víst á, at tey høvdu viljað sett umleið 20 yngri læknar í starv, um fígging fekst til tað. Fara fleiri yngri læknar at støðast í Føroyum í útbúgvingarstørvum, sum eru eitt stig at gerast serlækni, fer tað eisini at vera eitt týdningarmikið stig at loysa serlæknatrotið í Føroyum. Beinta Løwe í Tjóðveldi hevur skotið upp at játta tríggar milliónir krónur í eykajáttan til trygdarútgerð til tunlarnar norður um Fjall og aðrar tunlar, har tørvur er á tí. Í juli kom eldur í ein bil í Árnafjarðartunlinum, og tá kom fram, at trygdarútgerð vantar uttan fyri tunnlin, millum annað bummar og ávaringarljós, men Landsverk hevur sagt, at peningur er ikki tøkur til hesa útgerð. Alex Azar stendur á odda fyri einari amerikanskari sendinevnd, upplýsir heilsumálaráðið i Washington. Kina sigur, at vitjanin hóttir friðin og støðufestið í økinum. Teivan er ein fyrimynd, tá ið ræður um gjøgnumskygni og samarbeiði á heilsuøkinum, bæði fyri og eftir COVID 19, sigur amerikanski heilsumálaráðharrin. Hetta er fyrstu ferð í 40 ár, at eitt umboð fyri USA, á so høgum stigi, vitjar Teivan. Alex Azar fer millum annað at hitta forsetan í Teivan, Tasi Ingwen. Kina krevur at fáa valdið á Teivan, sum hevur virkað sum sjálvstøðugt land síðani 1949. Kinesiska uttanríkisráðið mótmælir amerikansku vitjanini. Vit heita inniliga á USA um at halda seg til um meginregluna um eitt Kina. Annars kann tað vera eitt tekin til teirra, sum vilja loysa Teivan frá Kina, sigur ein talsmaður fyri kinesiska uttanríkisráðið. Amerikanski heilsumálaráðharrin vitjar Teivan samstundis sum viðurskiftini millum USA og Kina eru sera spent. Síðani Donald Trump gjørdist forseti USA, hevur handilskríggj verið millum USA og Kina. Fyrireikararnir siga, at tað ikki er ráðiligt at savna omanfyri 500 fólk á altjóða sálarheilsudegnum nú koronufarsóttin aftur ger um seg í føroyska samfelagnum. Ætlanin var eisini at skipa fyri stuðulskonsert sama dagin, 10. oktober, sum skuldi savna pening inn til fyribyrgjandi arbeiði hjá Sinnisbata. Peningur skuldi savnast inn til eitt nú dulnevndu ráðgevingina og barna og ungdómsarbeiðið, men henda konsertin er somuleiðis avlýst, sigur Sinnisbati. Eftir minningarhaldið segði borgarstjórin í Hiroshima, Kazumi Matsui, at heimurin má standa saman ímóti altjóða hóttanum, sum koronufarsóttini, og hann ávaraði eisini ímóti nationalismuni, sum elvdi til annan heimsbardaga. Vit mugu ikki lata hesa søguna endurtaka seg, og samfelagið má vísa burtur sjálvsøkjandi nationalismuna og standa saman móti hóttanum, segði Matsui. Tilsamans doyðu umleið 140.000 fólk av kjarnorkubumbuni í Hiroshima. 350.000 fólk búðu í Hiroshima og umleið 90 av býnum varð lagdur í oyði. Undantaksstøða var lýst í Beirut í gjár. Spreingingin var so ógvuslig, at stórir býarpartar vórðu lagdir í oyði. Meira enn 300.000 fólk eru vorðin heimleys, segði guvernørurin í Beirut, Marwan Aboud, í gjár. Sambært BBC, segði Marwan Aboud, at Beirut hevur tørv á mati, klæðum, húsum og byggitilfari, og eitt stað til íbúgvarnar at fara, tí nógvir teirra eru vorðin flóttafólk. Eitt 150 metrar langt spreingihol er eftir spreingingina, skrivar DR. Í løtuni bendir alt á, at tað var ein stór goymsla við ammoniakknitrati sum sprongdist, eftir ein eldur kyknaði nærhendis. Spreingingin var so stór, at hon mátaði 3,5 stig á Richterstiganum, sum vanliga verður nýttur at máta jarðsjálvtar. Ristingarnar merktust eisini á Kypros, sum liggur meira enn 200 kilometrar frá Beirut. Dagsstovnarnir í Tórshavnar kommunu og í Tvøroyar kommunu eru tó opnir í dag. Men borgarstjórarnir mæla fólki frá at senda børnini hagar í dag og í morgin. Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, mælir eins og Annika Olsen til at bíða til mánadagin fyri at vita, hvussu tá er vorðið. Fleiri nýggir tilburðir av koronusmittu eru staðfestir í dag, enn tað vórðu í gjár. Tað sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni, við útvarpið. Hann vil ikki siga, hvussu nógvar nýggjar tilburðir, talan er um, men tað eru fleiri tilburðir enn í gjár, tá 14 nýggir tilburðir vórðu staðfestir, sigur landslæknin. Umleið 1.500 1.600 kanningar kanningar vórðu gjørdar í gjár. Landssjúkrahúsið gjørdi 868 royndir, og privatu fyritøkurnar gjørdu umleið 700, sambært landslæknanum. Aftur í dag eru langar bíðirøðir við Landssjúkrahúsið og iNOVA, har fyritøkan Thetis heldur til. Klokkan 10 vóru framvegis 278 royndir, sum ikki vóru lidnar, og tí er endaliga talið ikki greitt enn. Higartil er talið á deyðum eftir eina spreinging í libanesiska høvuðsstaðnum, Beirut, komið upp á 135, og 4.000 onnur fólk eru særd eftir spreingina. Umleið 300.000 fólk í býnum eru vorðin heimleys eftir at partar av býnum vórðu lagdir í oyði eftir spreingina, sum mátaði 3,5 á Richterstiganum. Men hann kann styttast, sigur politiið, tí bilar eru í halanum, har bilførararnir halda, okkurt er áfatt, eitt ferðsluóhapp til dømis. Sera fá børn eru á teimum ymisku dagstovnunum í Havn í dag. Tað sigur Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri í Tórshavnar kommunu, við Kringvarpið. Seint seinnapartin í gjár heitti Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, á foreldur um at hava børnini heima í dag og í morgin, ber tað til. Men hóast hesa áheitanina eru stovnarnir tó framvegis opnir. Jóan Petur Hentze sigur, at tað hava bara verið heilt fá børn á stovnunum í býnum, og fleiri staðni hava ongi børn verið í dag. Viðkomandi starvsfólkið starvast á bústovni, og hevur verið til arbeiðis í tíðini upp til, at smittan var staðfest, sigur Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum. Á sjúkrahúsunum vórðu gjørdar umleið 900 kanningar, og umleið 300 kanningar verða greinaðar í løtuni. Landslæknin skal síðani ringja til teirra, sum hava fingið staðfest koronusmittuna. Heilsumyndugleikarnir heita tí á fólk um at vera serliga varin, til øll kanningarúrslit eru almannakunngjørd, skriva myndugleikarnir á corona.fo 25 tilburðir av koronu eru higartil staðfestir í dag, men tað talið kann koma uppá 30, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni, við útvarpið. Sostatt eru ábendingar um, at tað ongantíð fyrr eru staðfestir so nógvir koronutilburðir í Føroyum í eitt samdøgur, sum tað verða í dag. Tað tykist greitt, hóast allar kanningarnar, sum vórðu tiknar av fólki í gjár, ikki eru liðugt kannaðar. Tilsamans 1.500 1.600 fólk vórðu kannað í gjár. Tá talið var størst, fingu 28 fólk í Føroyum staðfest COVID 19. Tað var tann 15. mars. Higartil hava 241 fólk í Føroyum fingið staðfest smittuna, vísa tøl á corona.fo Enn er støða ikki tikin til um eitt nú dagtilhald skulu steingja. Tiltøkini, sum Almannaverkið setir í verk, verða fyribils galdandi til 17. august. Hósvíkar Róðrarfelag, sum skipar fyri regattasiglingini, sigur á heimasíðuni, at av tí at korona aftur er staðfest í landinum, hava tey avgjørt at taka støðuna í álvara og avlýsa Regatta 2020. Vit eru sera hørm um støðuna, men hava verið í sambandi við Coronuráðgevingina og meta í felag, at tað ikki er ráðiligt at hava tiltakið í løtuni, sigur Hósvíkar Róðrarfelag. Nakað fyri klokkan tvey hósnáttina í síðstu viku fekk politiið fráboðan um, at eldur var í dagsstovninum Lítla skógi. Brandávaringin í stovninum boðaði frá á Brandstøðini. Onkur hevur brotið ein rút í dagsstovninum og hevur fest í í tveimum støðum inni, millum annað í einum ruskílati. Men eldurin fekk ikki stundir at breiða seg. Í gjár varð mælt til, at vit skulu nýta maskur, tá ið vit savnast í stórum og óskipaðum bólkum. Longu í dag hava fólk verið í masku í Havn. Nú støðan við koronusmittuni í Føroyum er broytt, standa arbeiðstakarar spyrjandi, tí hvørji rættindi hevur løntakarin í samband við sjúku og sóttarhald nú korona tekur dik á seg aftur. Eileen Sandá, sum arbeiðir á Kunningarstovuni í Vági, sigur, at tey merktu beinanvegin í koronutíðini, at nógvir føroyingar vóru áhugaðir at koma til Suðuroyar ikki bara um vikuskiftið, sum vanligt hevur verið, men eisini mitt í viku. Føroyingar koma higar fyri at hugna sær og teir leggja nógv meira pengar eftir sær í oynni enn útlendingar vanliga gera, sigur Teresa Turidardóttir Kreutzmann, sum hevur arbeitt við menningaræltan fyri ferðavinnuna í Suðuroynni og rekur kaf á Tvøroyri og hotel í Vági. Fólk smitta onnur longu dagin eftir, at tey sjálvi eru smittað, og tað er ikki sæð í Føroyum fyrr. Hetta ger eisini, at avbyrgingin er sera torfør. Tað sigur Heilsumálaráðið, nú tað er staðfest, at fleiri enn 40 føroyingar hava COVID 19. Tá smittan aftur varð staðfest 4. august, varð hildið, at talan var um tríggjar ymiskar smittuketur. Men eftir drúgva smittusporing er sannlíkt, at talan í roynd og veru er um eina og somu smittuketu, sum er staðfest í Havn á ólavsøku og vikuskiftið eftir ólavsøku, sigur Heilsumálaráðið. Tað er eisini staðfest, at smittan hevur breitt seg millum hesi fólk, tá tey hava verið til privat tiltøk á ólavsøku og vikuskiftið eftir ólavsøku. Enn er ógreitt, hvussu smittan er komin til landið, men talan er um eitt serstakt slag av COVID 19, sum smittar illa, sigur Heilsumálaráðið. Lars Fodgaard Møller, landslækni, segði í Degi og Viku í gjárkvøldið, at heldur henda gongdin fram, kann verða neyðugt at lata ein part av samfelagnum aftur. Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, hevur brúkt heimildina, hann fekk frá løgtinginum seinast í juni at steingja matstovur og skeinkingarstøð í seinasta lagi klokkan 23 00. Verða skeinkingarstøðini stongd fyri klokkan tvey um náttina, kunnu tey fáa endurgjald úr landskassanum. Tað verður latið eftir somu treytum, sum ferðavinnufyritøkur fáa í hjálparpakka trý. Støðan við koronu ger, at mánadagin verður aftur neyðugt at brúka talgildu tilmeldingarskipanina, har foreldur skulu boða frá, um barn teirra kemur á stovn ella í dagrøkt í Klaksvíkar kommunu. Tað boðar kommunan frá. Foreldur skulu boða avvarðandi stovni frá í seinasta lagi í dag kokkan 18. Skipanin varð eisini brúkt í vár. Foreldur boða frá á heimasíðuni klaksvik.fo, um barnið kemur á stovn ella í dagrøkt, hvørjar dagar, barnið kemur, nær tað kemur, og nær tað verður heintað. Nú er sama skipan komin aftur. Eins og í vár hevur Klaksvíkar kommuna gjørt av, at tey, sum hava børn síni heima, ikki skulu rinda barnaansingargjald. Libanskir myndugleikar halda 16 fólkum aftur eftir spreingingina í høvuðsstaðnum Beirut týsdagin, skrivar almenna tíðindastovan í Libanon, NNA, sum Reuters endurgevur. Fadi Akiki, sum er dómari í hernaðardómstólinum í landinum, upplýsir, at myndugleikarnir hava avhoyrt 18 persónar, sum varðaðu av goymsluni á havnarlagnum í Beirut, har spreingingin var. 16 persónar eru hildnir aftur, meðan málið verður kannað, sigur dómarin.Spreingingin á havnarlagnum í libanska høvuðsstaðnum kravdi í minsta lagi 145 mannalív, og 5.000 fólk eru særd. Libanska stjórnin hevur sagt, at spreingingin hendi, tá eldur kom í 2750 tons av ammonium nitrati, sum lógu í einum goymlsubygningi. Í gjár vóru mótmæli í gøtunum í Beirut móti stjórnini, sum verður løgd undir ikki at hava førleika at stýra, tí spreingingin var í miðbýnum í Beirut. Mótmælisfólkini kyndu eld, sorlaðu handilsrútar og grýttu grót eftir løgregluni. Trygdardeildir svaraðu aftur við táragassi til tess at at spjaða mannamúgvuna. Ein stórur partur av Beirut er lagdur í oyði, og guvernørurin í býnum sigur, at spreingivanlukkan hevur havt við sær, at 300.000 fólk eru vorðin heimleys. Skalt tú til koronukanning á Landssjúkrahúsinum í bili í morgun, mást tú brynja teg við toli sera nógvum toli, sum myndin í greinini eisini vísir. Bilhalin til kanningar á Landssjúkrahúsinum strekkir seg í løtuni heilt til Skúlaheimið í Marknagili tætt við Glasir tilsamans 2.200 metrar. Eisini í gjár var langur bilhali til koronukanningar. Ikki bara til kanningar á Landssjúkrahúsinum, men eisini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Suðuroyar Sjúkrahúsi. Nýggjastu tølini hjá heilsumyndugleikunum vísa, at tilsamans 41.459 koronukanningar eru gjørdar í Føroyum, sambært heimasíðuni, corona.fo Seksæringurin Norðlýsið hevur øll 127 árini havt heimstað í Sandvík. Í mong ár hevur hann staðið í neystinum, men nú er hann settur í góðan stand, so nýggj ættarlið kunnu fáa gleði av honum. Hesar seinastu níggju mánaðirnar hevur Norðlýsið staðið á Tvøroyri, har Johan Olsen, bátabyggjari, hevur høvuðsumvælt hann. Og formaðurin í Fornminnisfelagnum í Hvalba, Manne Næs, segði í samrøðu við Góðan morgun Føroyar, at ætlanin er at flota bátin aftur í komandi viku. Manne sigur, at áhugin hevur verið stórur at stuðla tiltakinum, tí felagið hevur fingið stuðlar bæði úr Sandvík og Hvalba og eisini norðanfjørðs, umframt stuðulin frá Tjóðsavninum og Lions Club Suðuroy. Hetta hevur verið ein serliga spennandi uppgáva, sigur Johan Olsen, bátabyggjari. Hann sigur, at hann hevði ikki droymt um, at ein so gamal bátur skuldi vera so frískur sum hann er. Hans Jacob á Løðhamri í Vági, sum doyði í góðum árum, hevur smíðað Norðlýsið. Johan sigur, at tað er serliga áhugavert at síggja hvussu gott handverkið er. Og teir flotaðu hann ein dag herfyri og hann uppførdi seg sera væl í sjónum, bæði við segli og sum árabátur. Nú so nógv fólk hava fingið koronu og uppaftur nógv fleiri fara í sóttarhald, er Grannahjálp aftur til reiðar at hjálpa teimum, ið tørva smærri tænastur. Grannahjálp kann sammetast við eina uppslagstalvu. Sjey bólkar eru runt alt landið og fólk kunnu fara inn á bólkin í teirra øki, har tey kunnu venda sær til onkran, ið hevur boðið seg fram til uppgávur. Eingin av teimum, ið ynskja hjálp, nýtist at skriva sítt navn alment. Tað er eitt mál millum tann, ið hevur brúk fyri tænastu, og tann, ið bjóðar seg fram at hjálpa, segði Jóhannes Miðskarð í samrøðuni í Góðan morgun Føroyum í morgun. Dømi um hjálp eru at keypa inn fyri fólk, ganga túr við hundinum, ansa børnum ella hjálpa børnum við skúlatingum og ymist annað. Á bólkinum á Facebook er listi, har fólk hava boðið sær at hjálpa. Tað er gott at vit í Føroyum halda so væl saman og at familjurnar eru tætt knýttar. Men tað kann til dømis henda, at heilar familjur fara í sóttarhald. Onnur eru einsamøll í tí umhvørvinum har tey búgva, og tá kann ein grannahjálp koma væl við, sigur Jóhannes Miðskarð, sum fekk hugskotið um Grannahjálp úr Danmark. Jóhannes sigur, at Grannahjálp er meira til smærri uppgávur. Eru tað størri og álvarsamari uppgávur at loysa, sum eitt nú snúgva seg um fíggjarlig ella sálarlig viðurskifti, er hjálparnetið hjá Reyða Krossi eisini til reiðar at hjálpa. Allir teir 30 dagstovnarnir, sum eru undir Tórshavnar kommunu, snara lykilin og lata nú aftur. Tað hendir eftir at koronusmittan fyrr í vikuni er staðfest fleiri stovnum. Í løtuni er koronusmittan staðfest á trimum dagstovnum í Havn. Tað váttar Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, fyri Kringvarpinum á døgurða í dag. Dagstovnurin Lítliskógur skrivar á heimasíðuni , at stovnurin fyribils er stongdur, tí koronusmittan er staðfest á stovninum fyrr í vikuni. Tórshavnar kommuna hevur tí avgjørt at lata aftur allar stovnarnar í kommununi aftur. Kringvarpið veit í løtuni ikki, hvørjar aðrar dagstovnar í Tórshavnar kommunu, talan er um. Smittustøðan og tann ógreiða støðan ger, at vit steingja allar dagstovnarnar. Vit mugu taka hesi atlit við verandi smittustøðuni, sigur Annika Olsen við útvarpið. Foreldur, sum hava tørv á neyðansing til børnini, mugu venda sær til kommununa, hava tey ikki møguleika at ansa børnunum sjálvi, sigur borgarstjórin í Havn. Tórshavnar kommuna fer nú undir at kanna øll starvsfólkini, ið starvast innan dagstovnaøkið, til tess at tryggja, at smittan ikki eisini kemur inn á teir dagstovnarnar. Annika Olsen vónar tó ikki, at foreldur senda børnini á dagstovn, soleiðis sum støðan við koronusmittuni er í løtuni, hóast kommunan skipar fyri neyðansing. Tað skal vera mín inniliga áheitan á øll foreldur um at hava børnini heima ella í sínum nærumhvørvi, sum kunnu ansa børnunum, sigur Annika Olsen við útvarpið. Fólkakirkjurnar í Føroyum lata aftur, minni enn tríggjar mánaðir eftir at kirkjurnar lótu dyrnar uppaftur fyri kirkjuligum tænastum 17. mai. Alt kirkjuligt virksemi, ið ikki kann útsetast, verður nú avmarkað, siga Uni Næs, dómpróstur, og Jógvan Fríðriksson, biskupur, á heimasíðuni hjá Fólkakirkjuni. Tískil verða ongar guðstænastur í fólkakirkjuni. Dópur, vígslur og jarðarferðir fara fram eftir loyvdu tilmælunum um, hvussu nógv fólk kunnu vera í kirkjuni. Tað sigur Hannes Gislason, professari og granskari í dátuvísindi, biostatistikki og bioinformatikki, nú COVID 19 aftur er í samfelagnum. Tjúkk vera ofta fataði sum minni begávað, klossutt og ósunn. Hesa fatan vilja Elisa Vang og Marjun á Fríðriksmørk Berbisá gera upp við. Tær báðar varpa ljós á hugtakið fat shaming á instagram vanganum. Fat shaming er annars eitt hugtak, sum hevur vakt ans um allan heim. Kunoyggin er í meðan hægsta oyggj landsins, men tað ber eisini til at ganga túrar í láglendi. Hetta er tíðin, tá sjósíl fara niðan í áir og vøtn. Frítíð og náttúra var eitt kvøldið við Sandsvatn, har vit prátaðu við Bjørgfinn, Hanus og Heina Inni á Tanga Tað var meiningin, at Raske Drenge skuldu koma í útvarpsstovuna at spæla LIVE, men útbrotið av Covid 19 forðaði fyri hesum. Ístaðin ringdi vikusikftissendingin til Ragnar at fregnast um forvitnisligu útgávuna. Raske drenge ru Ragnar Finsson sang og gittara og Oscar Beertsen Violin og Hardanger fiól. Eftir samrøðuna hoyra vit eitt lag av nýggju útgávuni. Formaðurin í kommunulæknafelagnum heldur, at tað er neyðugt at seta støkk inn kanningarstøðinar til koronakanningar í verk skjótast tilber. Tað kann hugsast, at nógv fólk ikki kunnu fara til arbeiðis mánadagin, antin orsakað av sjúku, sóttarhaldi ella vantandi barnaansing. Tí er tað alneyðugt, at løgtingið kemur saman í vikuskiftinum, so fólk á niðastu rókum eru tryggjaði eina inntøku. Tað sigur samskiparin í Samtaki. Tað varð sagt í innslagi í gjár, at fær tú læknaávísing, tá tú fer heim í sóttarhald, so tekur dagpeningaskipanin við. Tað er ikki heilt rætt tað var skipanin undir fyrru koronubylgju, men tann lógin er also farin úr gildið 30 juni, sum Sonja Jógvansdóttir eisini vísir á. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna í almannamálum, sigur í tíðindaskrivi fyri løtu síðan, at hon fer at leggja málið fyri landsstýrið fyri at vita, hvørjir partar av hjálparpakkunum, kunnu setast í gildi aftur. Verður tú testaður positivt fyri korona, so er lítið at ivast í, at tú veruliga hevur sjúkuna. Men testar tú negativt er støðan meira óviss. Vit hava spurt Marnar Fríðheim Kristiansen, lækna, millum annað um, hvussu fólk skulu fyrihalda seg, um tey eru testað negativt seinastu dagarnar Tað avgjørdi Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum, í kunngerð í gjár. Og júst tað, at tað er staðfest við kunngerð, hevur við sær, at skeinkistøðini og matstovurnar fáa endurgjald frá hjálparpakkunum. Tá ið føroyska hondbóltslandsliðið í november fer at spæla undankappingardystir til EM endaspælið í 2022, verður tað helst við einum nýggjum manni í hópinum. Í 2011 flutti Filip Jojic úr Bosnia Hersegovina til Føroya at spæla hondbólt. Her hevur hann búð síðan, og hann hevur í fleiri førum verið toppskjútti í bestu mansdeildini. Fyri trimum vikum síðan fekk hann nøkur pappír í postkassan heima í Vestmanna hann er nú eisini danskur ríkisborgari og kann umboða Føroyar á hondbóltslandsliðnum. Tað er ein stórur fyrimunur at duga føroyskt, um tú sum útlendingur skal finna teg til rættis í Føroyum, sigur 32 ára gamli Filip Jojic, ið hevur fingið sær trygdarskeið og á sumri í fjør tók prógv sum skipsatstøðingur á Sjónámi í Klaksvík. Endaligu tølini frá kanningunum fyrradagin 6. august vóru liðug í nátt. Sambært heimasíðuni corona.fo vóru í alt 3290 kanningar gjørdar tann 6. august. Av hesum hesum vóru í alt 16 nýggir tilburðir staðfestir. Í alt eru sostatt 70 nýggir tilburðir staðfestir seinastu fýra dagarnar. Tann 5. august vórðu 1.863 kanningar framdar og smitta varð staðfest í 38 av hesum kanningum. Tann 6. august vórðu 3.290 kanningar framdar og av teimum vóru 16 positivar kanningar Í alt 291 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. Úrslitið byggir á í alt 45.849 kanningar. Harumframt eru fleiri farin av landinum aftur síðstu dagarnar, sum eru kannaði tá tey komu til Danmarkar. Av teimum eru fýra ella fimm persónar, ið hava fingið staðfest korona aftaná at hava verið í Føroyum. Tey telja ikki við í føroysku hagtølunum. Í løtuni er eingin innlagdur við korona og eingin er deyður. Enn er ikki greitt, hvussu nógvar kanningar vóru gjørdar í gjár 7. august, men privata fyritøkan Thetis boðar í dag frá, at 1.900 fólk eru kannaði hjá teimum í gjár. Landslæknin er í løtuni í holt við at greina tølini frá kanningunum sum vóru gjørdar 7. august, og kann ikki siga nakað enn um, hvussu nógvir tilburðir eru millum tey, ið lótu seg kanna í gjár. Ein av teimum, sum hjálpti til í sambandi við stóru hondbóltskappingina Faroe Islands handball Cup í Vági í vikuni, var smittað við koronu. Tað hevur høvuðsfyrireikarin, Bogi Mortensen, boðað feløgunum og foreldrum frá í gjár. Eini 400 børn og ung luttóku frá tann 4. og 5. august í stórari hondbóltskapping í Vági. Aftaná er vorðið greitt, at ein persónur, sum hevur hjálpt til við mati í sambandi við kappingina, er smittað við koronu. Fyrireikarnarnir av kappingini heita á fólk um at boða frá, um tey sjálvi hava fingið staðfest koronu aftaná kappingina. Viðkomandi, sum varð staðfest smittað eftir kappingina, hevði verið í privatari veitslu í Havn áðrenn kappingina, har fleiri vóru smittaði og hevði tí lati seg kannað. Undir kappingini hevði viðkomandi arbeitt saman við fýra øðrum vaksnum tey eru kannaði, men eingin av teimum hevur fingið staðfest smittuna, sigur Bogi Mortensen við útvarpið í morgun. Sambært kunningini til feløg og foreldur hava tey fimm vaksnu, sum hjálptu til, ikki verið í stórvegis sambandi við børnini og hava verið sera tilvitaði um reinføri. Eftir ætlan skuldi kappingin eisini vera tann 14. og 15. august, men er hon nú avlýst. Heilsumálaráðið minti í gjár fólk á týdningin av ikki at fara út fyrstu 14 dagarnar eftir at tey hava verið í samband við smittaðan persón hóast negativa roynd. Ein matstovueigari bleiv í nátt skuldsettur fyri brot á nýggju kunngerðini, ið áleggur matstovum og skeinkistøðum at steingja klokkan 23. Tað upplýsir løgreglan. Talan er um eitt matstað í Eysturoynni, ið hevði opið, tá løgreglan kom á gátt beint áðrenn midnátt. Sostatt verður eigarin av matstaðnum tann fyrsti persónurin, ið verður skuldsettur fyri brot á nýggju kunngerðina, ið skal minka um Covid 19 smittuna. Nýggja reglugerðin ásetir, at øll matstøð og skeinkistøð skulu lata aftur í seinasta lagi klokkan 23. Myndugleikarnir mugu gera meira fyri at kunna og upplýsa ferðafólk um, at útoyggjarnar eru sárbær økir og neyðugt er at halda aftur. Tað sigur Olga Biskopstø, samskipari hjá Útoyggjafelagnum, ið kortini ikki metir tað er neyðugt at seta eitt forboð í verk. Harumframt mælir hon til, at heilsuverkið tekur stig til eina skipan, ið ger at allir íbúgvar á útoyggj verða kannaði fyri koronu. Korona er nú eisini staðfest í eldraøkinum í Runavíkar Kommunu. Øll starvsfólk, sum arbeiða hjá kommunusamstarvinum Roðanum hava verið kannaði triðja hvønn dag, og tað er í hesum høpi, at eitt starvsfólk á ellisheiminum í Runavíkar kommunu fekk staðfest Koronu. Tað er týdningarmikið at fólk á útoyggj kenna seg trygg. Tí hevur Sjúkrahúsverkið nú tikið stig til, at eitt kanningartoymi týsdagin fer runt til allar útoyggjarnar fyri at kanna íbúgvarnar fyri Koronu. Tað upplýsir Margit Stórá, varastjóri á Landssjúkrahúsinum. Rúnar Reistrup, nevndarformaður í Nema, væntar ikki, at Nema sleppur at bjóða upp á Føroya Tele, um almenna telefyritøkan verður einskild. Heilsutrygd hevur einans fingið eina umsókn til tey sjey kommunulæknastørvini, ið stovnurin lýsti leys fyrr í summar. Talan er um ein føroying, ið hevur søkt leysa starvið sum kommunulækni í Suðurstreymoyar læknadømi. Tað er kommunulæknaviðtalan í Berjabrekku, ið manglar ein fastan kommunulækna. Heilsutrygd upplýsir, at umsøkjarin ikki er í nøkrum føstum kommunulæknastarvi frammanundan. Eingin umsókn var til størvini sum kommunulækni í Norðoya, Suðuroyar, Skálafjarðar og Vága læknadømi. Miðað verður eftir, at seta starvið skjótast til ber. Einans 5 nýggir tilburðir vóru staðfestir, tá helvtin av koronaroyndunum, sum vóru gjørdar fríggjadagin, vóru greinaðar. Nýggju tilburðirnir eru staðfestir hjá fólki, sum longu sita í sóttarhaldi tað kann merkja, at tað fer at eydnast at køva smittuna í hesum umfarinum, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni. Tummas Frank Joensen býr í Skúvoy og er tann fyrsti á oynni, sum er smittaður við Koronu. Hann valdi alt fyri eitt at almannakunngera hetta á sosialu miðlunum tað er einki at dylja, sigur skúvoyingurin. Páll Brim trein á føroyska tónleikapallin í 2010, sum 18 ára gamal, í leiklutinum sum Jesus í føroysku útgávuni av Jesus Christ Superstar, ið varð framførd í Norðurlandahúsinum fyri meira enn 8.000 áhoyrarum. Páll var eisini við frá byrjan hjá Danny og The Veetos í 2013 til 2018, har hann sang, spældi ukulele og skrivaði sín part av sangunum. Tað er eitt sera jaligt úrslit, sigur Lars Fodgaard Møller, landslæknin um úrslitið, sum tó ikki er endaligt, tí í morgun mangla yvir 600 kanningar at verða greinaðar, sigur landslæknin Í vikuni hava myndugleikarnir funnið upp til 38 tilburðir uppá eitt samdøgur og tí kann hugsast, at kurvan er við at venda, nú tølini fyri fríggjadagin og hósdagin siga ávikavist 8 og 16 tilburðir. Nógv fólk hava latið seg kanna seinastu dagarnar. Fríggjadagin var aftur met við 4.541 royndum og fólk bíðaðu í fleiri tímar fyri at sleppa framat. Í eini roynd at bøta uppá tað, hevur Landssjúkrahúsið nú flutt sína kanningarstøð av J.C. Svabosgøtu, har hon hevur verið higatil og niðan á Eirargarð, har ferðsluviðurskiftini eru betur. Nú verður heldur ikki neyðugt at hava ávísing frá kommunulækna áðrenn tú letur teg kanna. Fólk skulu bara møta upp í bili og verða so skrásett og kannaði á staðnum. Týsdagin var ógvuslig spreinging í høvuðsstaðnum Beirut. Síðani spreingingina hava fleiri fólk latið lív og fleiri fingið skaða, og støðan í libanska høvuðsstaðnum er sera hættislig. Tí hevur Landsstýrið gjørt av at lata neyðhjálp til landið. Peningurin verður millum annað brúktur til bráðfeingisskaðastovur, heilivág, útbering av teppum, vatni og mati umframt útgerð til reinføri. Fyrradagin og aftur í gjár, var innferð til Føroya noktað ferðafólki, tá tey vóru komin til Vága floghavn. Tað sigur vakthavandi á politistøðini. Ferðafólk, sum koma úr reyðum ella appilsingulum londum, skulu hava eitt viðurkenningarvert endamál ella anerkendelsesværdigt form l at ferðast til Føroya. Tað høvdu hesi ferðafólkini ikki, og tí verður teimum noktað innferð til Føroya, sigur vakthavandi á politistøðini. Týskvøldið, eftir landskappingardystin móti ÍF, byrja veruligu fyrireikingarnar til stóra Champions League dystin móti Slovan Bratislava við Djúpumýrar í Klaksvík. Champions League dysturin millum KÍ Slovan Bratislava verður leiktur við Djúpumýrar mikukvøldið 19. august klokkan 19.00. Dysturin verður leiktur uttan áskoðarar Áður hevur tað verið so, at fært tú ikki svar dagin eftir tú hevur tikið korona kanning, so merkir tað, at tú ert testað negativt. Men soleiðis er ikki nú, tí landslæknin sigur í dag, at tað kann taka upp í tveir dagar at greina allar kanningarnar frá einum degi, og tí er umráandi, at fólk ikki uppføra seg sum tey eru testað negativ, um tey einki frætta frá landslæknanum dagin eftir tey eru kannað. Tað er stórt trýst á heilsuverkinum í hesum døgum, og tí kann eitt nú væntast, at kanningarnar, sum vórðu gjørdar í gjár, ikki eru tøkar fyrr enn mánadagin. Heilsu og Umsorganartænastan heitir á heilsustarvsfólk um at bjóða seg fram at vera tøk og at hjálpa á eldraøkinum í Tórshavnar kommunu. Fólk kunnu hjálpa á eldrabústovnum og í heimarøktini. Heilsu og Umsorganartænastan vil eisini frætta frá fólki, sum ikki eru heilsustarvsfólk. Tey, sum vilja hjálpa, kunnu skráseta seg í sjálvgreiðsluni hjá kommununi. Fólk fáa løn sambært galdandi sáttmálum, sigur kommunan. Ein av kendastu stríðsmonnunum fyri fólkaræði í Hongkong, Jimmy Lai, er tikin. Hann er skuldsettur fyri at samstarva við útlendsk áhugamál, skrivar tíðindastovan Reuters. Jimmy Lai er tikin eftir trygdarlógini, sum varð sett í gildi í Hongkong tíðliga í summar. Einki verður kortini sagt um, hvørji útlendsk áhugamál talan er um. Ein kelda í løgregluni váttar, at Jimmy Lai er tikin, og hann er skuldsettur fyri at samstarva við útlendsk áhugamál og fyri svik. Higartil hevur løgreglan í Hongkong tikið sjey fólk, sum hava skipað fyri mótmælum, síðani trygdarlógin varð sett í gildi í Hongkong. Ríkmaðurin, Jimmy Lai, eigur fjølmiðlafyritøkuna, Next Digital. Hann hevur leingi verið í stríð við kinesisku myndugleikarnar, sum hann sigur køva alt fólkaræði í Hongkong. Eftir at trygdarlógin varð sett í gildi í mai, segði hann við Reuters, at hann fór at verða verandi í Hongkong, og stríðast fyri demokratisku rættindunum, hóast hann var í vanda fyri at verða tikin. Í hesari vikuni fáa allir eysturoyingar møguleikan at kanna seg ókeypis í Skótahúsinum í Runavík. Tað skrivar Sjúkrahúsverkið í einari fráboðan. Talan verður um sonevndar støkk inn kanningar, sum merkir, at neyðugt er ikki við ávísing frá lækna áðrenn, sigur Sjúkrahúsverk Føroya. Fyrireikingarnar eru í gongd, og útgerð verður fingin til vega. Miðað verður eftir, at kanningarstøðin kann lata upp mikudagin ella hósdagin. Tað eru sambært Akstovuni kampingvognar, pylsuvognar, viðfestivognar, leguvognar og 25 ellisakfør. Annars eru 368 ellisakfør í Føroyum. Heimasíðan hevur fingið at vita frá fleiri feløgum, at boð eru komin frá Fótbóltssambandi Føroya um, at allir hóparnir skulu kannast fyri koronu. Hetta skal gerast áðrenn komandi dyst. Fyrstu liðini sum spæla eru KÍ og ÍF, ið spæla týskvøldið. Hóparnir hjá báðum feløgunum skulu til kanning í síðsta lagi mánadagin. Fyri at dystur skal verða útsettur í Betri Deildini, skulu minst tríggir leikarar frá sama hópi hava koronu ella vera í sóttarhaldi, stendur í leiðbeining hjá FSF fyrr í ár. Tað merkir, at tað ikki er neyðugt at hava ávísing frá kommunulækna,áðrenn kanningin verður gjørd. Nýggja kanningarstaðið letur upp á Víkavegnum fyrrapartin klokkan 10.00. Møguleiki er at lata seg kanna hvønn dag frá klokkan 10.00 til klokkan 13.00. Talan er um tvey kanningarstøð, har bíðirøðin til kanningarnar verður eftir Klaksvíksskákinum, omanfyri sjúkrahúsið. Tað vil siga, at fólk kunnu møta upp í bili, har tey verða skrásett og kannað á staðnum. Klaksvíkar kommuna ger vart við, at Víkavegur verður stongdur fyri gjøgnumkoyrandi ferðslu, meðan kanningar verða gjørdar. Hóast bíðirøðirnar vóru langar og tey, ið bíðaðu longst, bíðaðu upp ímóti fýra tímum, so vóru fólk tolin og vístu atlit fyri hvørjum øðrum. Leysliga mett lótu 1000 fólk seg kanna í gjár. Kanningarmiðstøðin hevur opið allar gerandisdagar frá 17 til 19. Øll, sum standa í bíðirøð klokkan 19, verða kannað fyri koronu í dag. Onnur mugu bíða til í morgin. Sostatt kann Lukashenko fara undir sítt sætta skeið sum forseti í Hvítarusslandi. Hann verður skýrdur at vera seinasti einaræðisharrin í Europa. Nú eru meir enn 20 milliónir fólk kring heimin smittað við korona, og 733.000 fólk eru higartil deyð av sjúkuni. Ringast stendur til í USA. Í USA eru meir enn fimm milliónir fólk smittað, og 166.000 fólk eru deyð. Næst er Brasil, har meir enn tríggjar milliónir fólk eru smittað, og yvir 100.000 eru deyð. Heilsumyndugleikarnir hava áður upplýst, at átta tilburðir vóru fríggjadagin, men tá manglaðu myndugleikarnir at greina 612 kanningar. Úrslitini byggja á tilsamans 5.153 royndir, ið blivu gjørdar fríggjadagin. Við teimum nýggju tilburðunum er samlaða talið av smittaðum í løtuni 91. Tilsamans hava 306 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Arbeitt verður í løtuni við at greina kanningarnar frá vikuskiftinum. Í Ný Sælandi var seinastu smittutilburðurin staðfestur 1. mai. Tað hendir fáar dagar eftir, at landið spakuliga varð latið uppaftur. Síðani tá eru allir tilburðir av koronu komnir við útlendskum ferðafólkum, og tað hevur gjørt tað lættari hjá myndugleikunum, at hava tamarhald á støðuni. Í løtuni eru 23 fólk sjúk í Ný Sælandi, og tey eru øll avbyrgd. Landið hevur klárað seg væl betri enn nógv onnur lond. Síðani í februar hava 1.569 fólk verið sjúk, og 22 eru deyð av COVID 19 virusinum. Ein av útlendsku seglbátunum, sum hava vitjað í Føroyum í summar, er Máirín úr Dublin. Teir eru tveir mans við, Leszek Wolnik og Eugene Langan, og teir sigldu beinleiðis úr írska høvuðsstaðnum til Føroya. Meðan teir hava verið í Føroyum, hava teir vitjað í fleiri støðum í landinum. Í Kunoy høvdu teir eina serliga uppliving, sum Leszek greiðir frá í samrøðuni við Góðan morgun Føroyar. Úr Kunoy gongur leiðin til Vestmannar, har teir ætla at uppliva fuglalívið í Vestmannabjørgunum, tí teir hava báðir stóran áhuga fyri fugli. Og tá teir fara heim aftur, ætla teir at sigla framvið Mykinesi, sum írski munkurin Sankta Brendan eisini gjørdi á sinni. Talan er um fyrsta, og higartil einasta brot, á kunngerðina, sum áleggur matstovum og skeinkistøðum at lata aftur í seinasta lagi klokkan 23 30. Tá ein lóg ella ein kunngerð verður brotin fyrstu ferð, er vanligt at fáa Føroya rætt at áseta revsingina, so løgreglan veit næstu ferð, hvørja revsing, tað skal krevja. Revsingin kann herðast til fongsul í upp í eitt ár, um brotið er framt tilvitað ella av grovum ósketni, ella um talan er um endurtøku. Tað upplýsir Lars Fodgaard Møller, landslækni, ið eisini sigur, at tað gongur striltið at greina kanningarnar frá leygardegnum og sunnudegnum. Í fyrstu sendingini hoyrdu vit millum annað, at teir, sum tá myndaðu Føroya Reiðarafelag, sóu einasta møguleika vera fyri at bøta um vánaligu støðuna hjá heimaflotaum, at útvega Føroyum størri uppisjóvarrættindi, sum heimaflotin síðani kundi fáa lut í. Hetta átakið skuldi tó ikki vísa seg at vera lætt, tí mótstøðan var ógvuliga stór. Ikki minst heima í Føroyum. Hesum lurtaði Jacob Vestergaard, sum eisini tá umsat fiskivinnumál, tó ikki eftir, og hækkaði kvotuna munandi í 2010 og enn meira í 2011. Regin Dalsgaard, nevndarformaður hjá Thetis, váttar, at ein feilur er hendur, men sigur, at tað kann bara koma fyri, um talan er um eina negativa roynd. Tað er landslæknin sum boðar fólki frá, um tey hava eina positiva roynd. Hetta er einasta ferð, ein feilur er hendur, sigur nevndarformaðurin í kanningarfyritøkuni, Thetis. Tíverri var ein bóking gjørd júst tá, og tað hevur viðført, at ein persónur hevur fingið skeivt kanningarúrslit, sigur Regin Dalsgaard. Lógarbroytingin loyvir Húsalánsgrunninum at læna 400 milliónir krónur afturat teirri heimild, grunnurin longu hevur. Hon er 250 milliónir krónur. Arbeiðsgevarafelagið fegnast um, at landsstýrið ætlar at lata somu treytir galda fyri almenna bygging hjá Bústøðum og privata bygging, so kappingin verður á jøvnum føti. Arbeiðsgevarar hava einki ímóti, at landið stovnar eina ráðgeving um alternativar byggihættir og fíggingarhættir. Men ráðgevingin skal ikki vera slík, sum privatar fyritøkur longu veita. Tað eru ikki bara eysturoyingar, ið vilja hava sítt egna kanningarstað, har tey búgva. Eisini vágafólk vilja sleppa undan at standa í longum bíðirøðum í høvuðsstaðnum. Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, sigur við Kringvarpið, at í løtuni er eingin ætlan um at lata upp nakra kanningarstøð í Vágum. Men hann sigur tó, at kemur ein áheitan um tað, verður málið tikið upp. Teitur Joensen og Oddbjørn Joensen umrøða seinasta umfarið í Betri deildini og Frankie Jensen og Ólavur Larsen kjakast um venjaraútbúgvingar og krøv. Lars Fodgaard Møller, landslækni, sigur við útvarpið, at tað gongur rætta vegin nú, men hann leggur dent á, at enn er neyðugt at vera á varðhaldi. Hendan støðan við koronu fer at halda fram í øllum førum eitt ár aftrat til tann dag, vit hava eina koppseting. Tí mugu vit altíð vera á varðhaldi, tað mugu vit ikki gloyma. Tí tað eru ikki ferðafólk, ið hava borið smittuna til Føroya, men føroyingar, sum hava verið uttanlands, og útisetar. Tað er ólavsøkan og privatar veitslur, ið er orsøkin til verandi støðu, sigur landslæknin. Sum støðan er í løtuni, meti eg tað vera sera hóskandi, at vit brúka maskuna, tá vit til dømis eru til handils, ella tá vit eru innandura, har fleiri fólk savnast, sigur landslæknin. Samstundis, sum sjey nýggir tilburðir vórðu skrásettir í dag frá royndunum leygardagin, eru 10 persónar staðfestir frískir frá sjúkuni. Talan er um teir útlendingarnar, sum fingu staðfest smittuna í samband við, at trý skip lógu við bryggju í Ánunum í Klaksvík upp undir ólavsøku. Hesir eru allir farnir av landinum aftur. Sostatt eru 88 fólk smittað í løtuni, og talan er í øllum førum um persónar, sum hava føroyskt p tal. Í løtuni verður arbeitt við at greina tær síðstu royndirnar frá sunnudegnum. Sambært Henny á Líknargøtu, Forkvinnu í Ferðavinnufelagnum, verða eisini onnur tiltøk sett i verk fyri at kunna ferðafólkini betur. Eitt koppingarevni fyri COVID 19 kann vera klárt longu um ársskiftið, men allir trupulleikar við COVID 19 sjúkuni verða ikki loystir frá fyrsta degi, eftir at eitt koppingarevni er gjørt. Røttingen sigur, at í løtuni eru í minsta lagi seks av teimum stóru heimsfyritøkunum, ið arbeiða við koppingarevnum, í gongd við at menna eina vaksinu fyri COVID 19. Hann greiðir frá, at tað tekur langa tíð at menna eitt koppingarevni. Fyrst skal tað granskast á starvsstovum og síðani roynast við djórum, áðrenn tað kann roynast við fólkum. Vanliga tekur hendan gongdin millum sjey og átta ár, men kortini er ikki óhugsandi, at vit fáa eitt koppingarevni fyri COVID 19 longu í januar og um so er, hevur tað gingið ógvuliga skjótt. John Arne Røttingin vísir tó á, at sjálvt um eitt koppingarevni verður gjørt, fer tað at taka tíð hjá øllum at fáa fatur á tí. Fyrst skal vaksinan framleiðast, og so er spurningurin, hvør fær vaksinuna fyrst. Til dømis hevur USA gjørt sáttmálar við seks ymiskar fyritøkur, sum granska í koppingarevnum. Harumframt kann roknast við, at fyrstu vaksinurnar verða gjørdar til heilsustarvsfólk og til tey, sum eru í vandabólkum. Tað ger um norska stjórnin fylgir tilmælinum hjá landslæknanum at fólk, sum koma úr Føroyum til Noregs, eiga at fara í sóttarhald í Noregi í tíggju dagar. Samstundis sum yvir 20 milliónir fólk kring heimin nú hava fongið koronavirus, staðfestir heimsheilsustovnurin, WHO, at stovnurin ikki hevur pengar til sítt virksemi. Aðalskrivarin í WHO, Tedros Adhanon Ghebreysus, sigur, at pengarnir, sum heimsheilsustovnurin manglar, bara er ein dropi í havinum í mun til pengarnar, sum stjórnir kring heimin hava nýtt til at bjarga egnum búskapi. Ghebreysus leggur dent á, at næstu tríggir mánaðirnir kunnu vera avgerandi fyri, hvussu stríðið ímóti virusinum fer at eydnast, og neyðugt er við fleiri pengum, um tað skal eydnast. Hann vísir á, at bara til heilivágin hevur WHO tørv á 100 milliardum dollarum. men tað er ongantíð ov seint at venda gongdini, sigur hann við Reuters. Yvir 20 milliónir fólk eru smittað av koronu kring heimin, 12,2 milliónir fólk eru frísk aftur og 734.000 fólk eru higartil deyð av sjúkuni, vísa nýggj tøl. Hann spældi Cyrano de Bergerac á Kongliga leikhúsinum í Keypmannahavn, og hann var við í leikinum Det store stilehæfte á Husets teater. Olaf spælir annar tvíburin í Det store stilehæfte. Jens Albinus, sum spælir hin tvíburin, hevur eisini skrivað leikin eftir skaldsøguni hjá Agota Kristof. Marita S. Dalsgaard var sjálv onnur ráðgevandi leikstjóri. Olaf Johannessen og Jens Albinus eru innstillaðir til ársins Reumert, størstu donsku leiklistarvirðislønina, og leikurin er eisini innstillaður til Reumert virðislønina, boðar Leikhús Skift frá. Tað boðaði Hassan Diab, forsætisráðharri frá í eini røðu fyri tjóðini. Hann segði, at ógvusliga spreingingin í Beirut var avleiðingin av korruptión í samfelagnum seinastu 30 árini. Ikki fyrr enn tey, sum hava ábyrgdina, eru drigin til svars fyri sínar gerðir, verða vit nøgd, segði Hassan Diab, forsætisráðharri í Libanon. Seinastu dagarnar hava ógvuslig mótmælir verið í Beirut. Serliga uttan fyri tjóðartingið, og harðir samanbrestir hava verið ímillum mótmælisfólk og løgregluna. Fleiri politikarar, bæði ráðharrar og tjóðartingslimir, hava seinastu dagarnar lagt frá sær, sambært tíðindastovunum hjá Reuters og Ritzau. Ógvusliga spreingingin í havnini í Beirut kom av næstan 3.000 tonsum av ammoniumnitrati, sum hevði ligið á goymslu síðani í 2013. 158 fólk lótu lív og umleið 6.000 vórðu særd. Hann vísir á, at hóast lond sum Belgia og Spania hava mælt fólki til at nýta masku ella munnbind í almennu ferðsluni, so økjast tilburðirnir av koronu. Og nú smittan aftur breiðir seg í Aarhus í Danmark, hava myndugleikarnir har mælt fólki til at nýta masku. Anders Tgnell, sigur, at eingi prógv eru fyri, at maska ella munnbind verja fólkímóti smittuni, og tí eru hansara ráð framvegis at fólk halda frástøðu, og ikki koma ov tætt saman. Hann sigur seg sakna kanningar, sum kunnu prógva, hvør dugur er í maskum ella munnbindum. Fyrr enn tað er greitt, fer hann ikki at mæla svensku myndugleikunum til at biðja fólk nýta masku ella munnbind. Fimm tilburðir av koronu aftrat eru staðfestir, nú nærum allar royndirnar, sum vórðu tiknar um vikuskiftið, og nakrar, sum vórðu tiknar í gjár, eru greinaðar. Enn mangla myndugleikarnir at greina 482 kanningar frá sunnudegnum og fleiri enn 1.000 kanningar, sum vórðu tiknar í gjár. Fleiri enn 1.000 fólk eru í løtuni í sóttarhaldi. Andstøðuleiðarin í Hvítarusslandi, Svetlana Tikhanouskaja, er flýdd til Litava eftir forsetavalið sunnudagin, sum hon tapti fyri sitandi forsetanum, Aleksandr Lukasjenko. Tikhanouskaja vitjaði valnendina í Hvítarusslandi í gjár, og har fekk hon at vita um úrslitið av valinum. Lukasjenko fekk um 80 prosent av atkvøðunum, og hon fekk sløk 10 prosent. Hon sigur seg ikki kunna góðtaka úrslitið, og sigur seg hava vunnið forsetavalið. 37 ára gamla Svetlana Tikanovskaja gjørdi av at stilla upp, eftir at maður hennara, Sergej Thikanovskij, sum ætlaði at stilla upp ímóti Lukasjenko, varð tikin. Tá lá eitt mótmælisfólk eftirá, og í ófriði í gjárkvøldið doyði eitt fólk aftrat. Hildið verður, at minst 3.000 fólk eru tikin, tí tey mótmæltu forsetavalinum, skrivar TV2. Hann heldur, at politiska ætlanin um at einskilja Føroya Tele er skilagíð, men ein fyritreyt er, at allur netparturin verður varðveittur á almennum hondum. Nú verður fjarskiftiskaðalin millum Miðvág og Hvalba umvældur. Arbeiðið byrjar í dag. Kaðalin hevur verið óvirkin síðani fyrst í hesum árinum. Umvælingin kostar millum eina og tvær milliónir krónur. Kaðalin, sum nú verður umvældur, er á 60 til 70 metra dýpi. Nýggi kaðalin verður lagdur longri vesturi, tí har er botnurin mettur at vera betri. Hann er ikki samdur við svenska smittuserfrøðingin, Anders Tegnell, sum hevur sagt, at ov lítil vitan er um, hvørja nyttu munnbind og maskur gera. Tá korona varð staðfest í vár, vendu eini 100 fólk sær til umsorganar og eldratænastuna hjá Tórshavnar kommuna, og tað kom væl við, sigur Ingun Eidesgaard. Byrjað var á Trøllanesi í Kalsoynni, og síðani verður farið til hinar útoyggjarnar at pota. Ætlanin er at avgreiða allar útoyggjarnar í dag. Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í rkumálum, vil hava heimild at ognartaka jørð, so tað fer at ganga skjótari at seta vindmyllur upp kring landið. 19 ára gamla Tamara Mneney hevur stórar ætlanir við tónleikinum. Í løtuni gongur hon á musikskúlamiðnám og HF, men eftir tað er ætlanin at fara út um Føroyar við tónleikinum. Løg hennara Colorblind , Do Better og Fever eru nógv spæl í útvarpinum. Í løtuni arbeiðir Tamara við eini EP, sum væntandi kemur út í heyst. Hjálparpakki trý, sum løgtingið samtykti í juni, er í høvuðsheitum um at hjálpa ferðavinnuni. Ferðavinnufyritøkur kunnu fáa endurgjald fyri fastar útreiðslur. Stuðulin verður í mesta lagi tíggju milliónir krónur fyri hvørja fyritøku, Tað er galdandi fyri tíðarskeiðið 12. mars til 31. august í ár. Og Framtaksgrunnurin hevur bundið seg til at hava 30 milliónir krónur í ár og næsta ár til váðafúsan kapital til ferðavinnufyritøkur. Uppskotið, sum nú er sent til hoyringar, tilskilar, hvørjar fyritøkur eru ferðavinnufyritøkur. Uppskotið sigur eisini, hvørjar útreiðslur geva stuðul. Til dømis sigur uppskotið, at hvør fyritøka kann fáa stuðul til í mesta lagi lønina hjá tíggju starvsfólkum, í mesta lagi 27.000 krónur um mánaðin til hvørt fólkið. Tað vísa seinastu tølini frá Heilsumálaráðnum, nú allar kanningarnar, sum vórðu gjørdar leygardagin og sunnudagin, eru liðugt greinaðar. Landslæknin hevur ikki yvirlit yvir, hvussu nógv vórðu kannað í gjár, men tey vóru í øllum førum meira enn 1.000, sigur Heilsumálaráðið. Ferðandi úr Føroyum og Íslandi hava annars kunnað ferðast til Grønlands og úr Grønlandi uttan at fara í sóttarhald, men sjálvstýrið broytti reglurnar í gjár, nú fleiri smittutilburðir eru staðfestir bæði í Føroyum og Íslandi. Nógvu smittutilburðirnir í Føroyum hava eisini við sær, at Føroyar eru endaðar á listanum hjá danska uttanríkisráðnum yvir lond, har sóttarhald krevst í Grønlandi. Tað merkir, at ferðandi sleppa ikki at vera við í samkomum og tiltøkum, ella vera í handlum, á bókasøvnum, kaffi og matstovum og so framvegis. Royndin kann tó í fyrsta lagi takast fimm dagar eftir, at ferðafólkið er komið til Grønlands. Um royndin er negativ, verður mett, at tann ferðandi ikki er smittaður. Mælt verður eisini til, at ferðandi, sum eru komin úr Føroyum farnu vikuna, vísa serligan ans, og royna at fylgja ásetingunum um sóttarhald. Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sigur, at tingfundur verður eftir ætlan hósdagin ella fríggjadagin, og tá verða uppskotini løgd fram og viðgjørd. Neyðugt verður við eykajáttan, tí lógin um dagpening til teirra, sum eru sóttarhaldi, skal leingjast. Haraftrat skal peningur játtast til mongu koronukanningarnar, sum verða gjørdar í hesum døgum. Meðan heilsumyndugleikarnir senda sjúkrarøktarfrøðingar til útoyggjar, so hava tey í Nólsoy allatíðina havt møguleikan at lata seg kannað fyri korona í oynni. Men fyri drívhúsinum, sum eigarafelagið fer at reka saman við báðum ellisheimunum Lágargarði omanfyri og Boðanesheiminum niðanfyri. Harumframt eru 20 búfólk og 62 starvsfólk í sóttarhaldi. Frá í gjár av er eitt búfólk staðfest smittað og trý starvsfólk sett í sóttarhald. Almannaverkið hevur enn ikki tikið støðu til, um verkstøð, verkhús, frítíðar og dagtilboð skulu lata uppaftur mánadagin 17. august ella um afturlatingin av hesum tilboðum verður longd. Tá skal alt økð endurskoðast og ein nýggj tilbúgvingarskipan gerast. Eisini við støði í tí, sum myndugleikarnir hava lært av koronufarsóttini. Í fyrsta umfari var hetta galdandi til nú fríggjadagin, 14. august. Tað er framvegis ikki greitt, hvør skal rinda fyri kanningarnar eftir tað. Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sigur í stuttari viðmerking í dag, at einki nýtt er í málinum, tí seinastu dagarnar hevur landsstýrið verið upptikið av at steðga smittuútbreiðsluni innanlands Arbeiðið við at seta ein radara upp í Føroyum tók tó ikki veruliga dik á seg, fyrrenn USA fór at markera seg týðiliga í arktiska økinum og legði trýst á Danmark. Í døgunum frá 17. til 20. august verður landsfundur hjá Demokratiska flokkinum, og á tí fundinum fer Joe Biden alment at taka við tilnevngini frá flokkinum um at gerast teirra valevni til forsetavalið í november. Nógv hava bíðað ótolin eftir at frætta, hvør tað fer at verða, men nú siga keldur hjá Reuters, at varaforsetavalevnið allarhelst verður kunngjørt í hesi vikuni. Enn hevur Joe Biden ikki boðað frá, hvør skal vera hansara valevni sum varaforseti. Og mánadagin skrivaði The New York Times, at Joe Biden fer at kunngera sítt varaforsetavalevni í seinasta lagi í dag, mikudagin. Joe Biden hevur mestsum bundið seg til, at varaforsetavalevnið skal vera ein kvinna, og í seinastuni er trýst eisini lagt á hann um, at tað skal vera ein afro amerikansk kvinna. Mett verður, at senatorurin Kamala Harris úr Kalifornia og fyrrverandi trygdarráðgevin Susan Rice eru millum fremstu evnini til at stilla upp saman við Joe Biden. Valið av varaforseta kann fáa størri týdning enn tað hevur havt fyrr, tí Joe Biden verður 78 ára gamal, tá nýggi forsetin verður tikin í eið í januar. Tað merkir, at um Biden vinnur valið, verður hann elsti amerikanski forsetin í søguni. Og høgi aldurin kann eisini merkja, at hann ikki stillar upp aftur um fýra ár, men tá letur stafettina víðari til varaforsetan. Dysturin millum Skála og B36, í Betri deildini hjá monnum, sum skuldi verða í kvøld, er útsettur. Tað skrivaðu bæði Skála og B36 í gjárkvøldið. Orsøkin er, at ein í B36 hópinum hevur fingið staðfest koronusmittu. Undan hesum umfarinum kravdi Fótbóltssambandið, at øll liðini hjá feløgunum vórðu kannað fyri koronu B36 skrivar, at umstøðurnar kring tilburðin nú verða kannaðar og at felagið er í tøttum samskifti við landslæknan og Fótbóltsambandið. Í fyrsta umfari skal allur hópurin kannast umaftur í morgun. Politiið fekk fyrstu fráboðanina klokkan 01 14 í nátt. Nógvar fráboðanir komu. Bæði politi og sløkkilið fóru á staðið, men eingin eldur var. Stilli var og mjørki í nátt, so alarmurin hjá Glasi hoyrdist víða um. Hann hoyrdist millum annað í Tórfinsgøtu, sigur politiið. Og hann hoyrdist leingi, í ein halvan tíma ella so. Joe Biden, demokratiska forsetavalevni í USA, heur nú kunngjørt, hvør verður hansara varaforseti, vinnur hann forsetavalið 3. november. Valið fall á kvinnuliga senatorin úr Kalifornia, Kamala Harris, hvørs foreldur eru úr India og Jamaika. Hon er fyrsta litta kvinna, sum er vald sum varaforsetavalevni. Bara tvær ferðir áður hava kvinnur verið varaforsetavalevni. Kamala Harris er 55 ára gomul, løgfrøðingur og var ákæri áðrenn hon fór upp í politikk. Kamala Harris hevur verið ein av favorittunum til at vera varaforsetavalevni síðani Joe Biden í mars kunngjørdi, at hann skuldi hava ein kvinnuligan varforseta. Valið av varaforseta kann fáa størri týdning, enn tað hevur havt fyrr, tí Joe Biden verður 78 ára gamal, tá nýggi forsetin verður tikin í eið í januar. Tað merkir, at um Biden vinnur valið, verður hann elsti amerikanski forseti í søguni. Høgi aldurin kann eisini merkja, at hann ikki stillar upp aftur um fýra ár men tá letur stafettina víðari til varaforsetan. Frá juli í fjør til juli í ár eru 2,2 prosent fleiri fólk í Nes kommunu, 2,3 prosent í Runavíkar kommunu og 3,2 prosent fleiri fólk í Sjóvar kommunu. Óttin hjá USA fyri Russlandi hevur fingið USA at biðja Danmark seta trygdar og verjupolitiskan ráðgeva í Grønlandi, sigur ein serfrøðingur. Tá Trine Bramsen, verjumálaráðharri, var í Grønlandi í síðstu viku, hevði hon við sær hagar ein politiskan ráðgeva hjá Danmark, sum skal vera í Grønlandi. Ritzau skrivaði tá, at ráðgevin skal vera bindilið millum Danmark og Grønland viðvíkjandi trygd og verju, nú áhugin er so stórur fyri Arktis. Kristian Søby Kristensen, sum er serfrøðingur í trygdarpolitikki og granskari í Lærda háskúlanum í Keypmannahavn, sigur við KNR, grønlendska kringvarpið, at USA hevur biðið Danmark seta trygdarpolitiskan ráðgeva í Grønlandi. Herstøðin í Thule í Grønlandi hevur týdning fyri verjuna hjá USA, sigur Kristian Søby Kristensen. USA kennir Russland sum eina hóttan, sigur hann. Landsstýrið hevur uppskot um at seta í gildi aftur ásetingarnar um dagpengar til fólk, sum eru kravd í sóttarhald, í gildi aftur. Hetta eru ásetingarnar, sum vóru galdandi í vár. Tað er framvegis ógreitt, um ferðafólk sjálvi skulu gjalda fyri at verða kannað fyri koronu, og tí verður eitt uppskot um eykajáttan til at kanna bæði føroyingar og ferðafólk lagt fyri tingið í morgin. Men stendur tað til landsstýrismannin í heilsumálum, eiga ferðafólk sjálvi at rinda fyri kanningina. Tað er ikki meira enn rímiligt, sigur hann. Hann kundi ikki dømast, ti sambært Føroya rætti datt heimildin, sum var á donskum, burtur, tá revsilógin varð umsett til føroyskt. Eystari landsrættur kemur til Føroya mánadagin, og málið um umsetingina í revsilógini er fyrsta málið á skránni hjá Landsrættinum hesaferð. Higartil eru átta tilburðir staðfestir í kanningunum, sum vórðu gjørdar mánadagin, og tríggir í gjár. Tann eini tilburðurin frá mánadegnum varð longu roknaður upp í hagtølini fyri í gjár. Sigarettstubbar hoyra heima í einum øskubikari og ikki tveitast útum. Tað má vera boðskapurin í hesi søguni. Tað var ein ógvuslig sjón, sum bíðaði eftir Beinta Bak Lamhauge og Arnhold Simonsen, tá tey komu heim í gjar. Á altanini lá ein brendur barnavognur við einum sigarettstubba í. Fólkaflokkurin eigur fimm sessir, Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi eiga fýra hvør og Sjálvstýri, Framsókn og Miðflokkurin ein í part. Bara tíggju fólk sleppa at vera í tingsalinum í senn, eitt tingfólk úr hvørjum flokki, formaðurin, skrivarin og avvarðandi landsstýrisfólk. Tað var ikki tekniskt brek í brandalarminum á Glasi, tvørturímóti virkaði hann, sum hann átti at gera, tá hann fór í gongd í nátt. Fyri at kunnu fungera, noyðist eg at vera pínudekkað alt samdøgrið. Men vegurin til at fáa pínulinnandi alt samdøgrið hevur verið langur, sigur Elsa í Áarstovu, sum í áleið 10 ár hevur roynt at leita sær hjálp fyri kronisku pínuna. Sjúkan merkist serliga, tá kvinnur hava menstratión. Tá bløða tær ikki bara frá slímhinduni inni í lívmóðurini, men eisini frá slímhinduni, sum er úti í búkholuni. Av tí at talan er um undirlív og menstratión, eru tað fleiri, ið halda, at tað er flóvisligt at snakka um. Hetta vil eg gera upp, sigur Elas í Áarstovu. Øll hini londini í Evropa hava nú broytt lit frá grønum til gult. Tað merkir, at Noreg nú mælir øllum frá at fara óneyðugar ferðir uttanlands. Í Kunoy ganga vit túr saman við Páll Gunnari Poulsen og Djóna Kunoy. Vit eru í hesum seinra partinum við Hvílingarstein á veg oman aftur. Sostatt eru níggju tilburðir staðfestir frá royndunum mánadagin, og tríggir eru staðfestir í kanningunum, sum vórðu tiknar í gjár. Tølini fyri báðar dagarnar vaksa uppaftur meira, tí enn vantar heilsuverkinum at greina 171 kanningar frá fyrradegnum og 1608 kanningar, sum vórðu gjørdar í gjár. Tá ið koronukreppan rakti í vár, arbeiddu umleið 100 mans hjá Pam Offshore í Noregi. Eftir heilt fáum døgum minkaði tað niður í einki, og virksemið steðgaði. Í tíðindunum á middegi greiddi Michael Boolsen, formaður í farsóttarnevndini, frá, at nýggju tilmælini hjá farsóttarnevndini eru, at fólk skulu nýta munnbind í almenna rúminum har nógv fólk eru savnað og at sóttarhaldið framvegis skal vera 14 dagar. Haraftrat umrøddi farsóttarnevndin atgongdina til koronukanningar og hvørt hon eigur at verða avmarkað, nú fleiri enn 1.000 kanningar verða gjørdar hvønn dag, hóast fáir tilburðir verða staðfestir dagliga. Týsdagin vóru yvir 3.000 fólk og kannaðu seg fyri koronu. Endaliga talið av royndum frá í gjár er ikki greitt enn, men talið er oman fyri 1.600. Jimmy Lai varð tikin mánadagin, tí hann skuldi hava samstarvað við útlendsk áhugamál og fyri svik, og hann mátti kortini leggja nógvar pengar á borðið, áðrenn hann varð latin leysur Lai er ein av teimum í Hongkong, sum hevur funnist mest at kinesisku framferðini í landinum, og varð tikin eftir nýggju trygdarlógini, sum kinesarar settu í verk í Hongkong tíðliga í summar. Jimmy Lai eigur blaðið, Apple Daily, og hevur umvegis blaðið funnist hvassliga at kinesisku framferðini. Hann varð tikin saman við tveimum synum og minst seks øðrum monnum, skrivar AFP. Hann varð eisini tikin í februar og skuldsettur fyri at hava verið við í eini ólógligari mótmælisgongu í august í fjør. Hann varð eisini tikin í 2014, eftir at hann noktaði fyri at fara úr eini mótmælisgongu fyri demokrati í Hongkong. Seinast í juli tóku myndugleikarnir fýra ungar mans, og teir vóru teir fyrstu sum vórðu tiknir eftir trygdarlógini, og teir vóru tiknir, hóast teir ikki mótmæltu. Amerikanski uttanríkisráðharrin, Mike Pompeo, og trygdarráðgevin, Robert O Brien, hava báðir mótmælt kinesisku framferðini ímóti teimum sum stríðast fyri demokrati í Hongkong. Øll blivu kannað í gjár, tí ein í leiðarahópinum var fyrr í vikuni staðfestur at vera positivur. Tí bleiv allur hópurin kring Betri liðið hjá felagnum kannaður í gjár. Niðurstøðan hjá landslæknanum var, at umstøðurnar kring koronutilburðin vóru av tílíkum slagi, at hópurin ikki er settur í sóttarhald. Men spælararnir verða kannaðir aftur í morginári og mánadagin. Fyri at binda um heilan fingur verður tó eingin venjing, fyrr enn kanningarúrslitini koma í morgin. Bilasølan sigur, at hon visti ikki, at lógin var brotin, men hevur lovað at halda lógina í framtíðini. Talan er um lýsing um langtíðarleigu, ella leasing. Brúkaraumboðið vísti á, at í lýsingini sást bara, at útgjaldið var ein króna, og mánaðargjaldið stóð við munandi minni tølum enn útgjaldið. Í triðja lagi var allur kostnaðurin fyri at langtíðarleiga bilin ikki upplýstur. Brúkaraumboðið sigur, at sambært lógini um marknaðarføring skulu týðandi upplýsingar í lýsingum ikki leggjast burturúr. Lýsingar eiga heldur ikki at vera villleiðandi. Allar upplýsingar um vøruna skulu vera eins týðiligar, hevur P f Wenzel fingið at vita frá Brúkaraumboðnum, sum leggur dent á, at bilasølan heldur marknaðarføringarlógina. Og tað hevur P f Wenzel lovað at gera. Tað er umráðandi, at almennu tilmælini verða fylgd, og tí verða ymiskar tillagingar gjørdar fyri at fyribyrgja smittuspjaðing í skúlunum. undirvísingin verður skipað í vanligu flokkunum, og miðað verður eftir at halda allar flokkarnar atskildar, soleiðis at næmingarnir bara eru saman við næmingunum í sínum egna flokki Fylgt verður væl við, hvørjar heilsufakligar tilráðingar eru, og neyðug tiltøk verða sett í verk út frá hesum, sigur Uttanríkis og mentamálaráðið Væntast skal, at møguligar tillagingar í sambandi við skúlagongd og undirvísing verða gjørdar, alt eftir, hvar koronasmittan ger um seg, sigur aðalráðið. Um til dømis nógv smitta ger um seg á einum ávísum stað, skal skúlin á staðnum ella ávísur flokkur hava møguleika at tillaga skúlagongdina. Hetta verður gjørt fyri at tryggja góða undirvísing og samstundis at forða fyri smittuspjaðing, sigur Uttanríkis og mentamálaráðið. Fólkaskúlin byrjar aftur týsdagin. 7.231 børn fara í skúla í hesum skúlaárinum, 6.994 í fólkaskúlan og 237 í forskúla. 194 børn eru í frískúlum. 44 fólkaskúlar eru í Føroyum. Teir størstu eru skúlin á Fløtum í Havn, sum hevur 752 næmingar, og skúlin á Skúlatrøð í Klaksvík, sum hevur 719 næmingar. Sjey skúlar hava færri enn 10 næmingar. 718 børn fara í fyrsta flokk í ár. Hetta eru í høvuðsheitum børn, sum eru fødd í 2013. Tað árið vóru 626 børn fødd í Føroyum. Nú nú sjey ár seinni eru tey 92 fleiri, tí nógv eru flutt til Føroya seinastu árini. Í løtuni eru Uttanríkis og Mentamálaráðið, Undirvísingarstýrið, skúlaleiðslurnar, kommununurnar og Koronuráðgevingin við at fyrireika, hvussu farið verður aftur í skúla. Miðað verður eftir at halda allar flokkarnar atskildar, so næmingarnir bara eru saman við næmingunum í sínum egna flokki. Øll hini tilmælini síggjast eisini her. Av teimum 3.542 kanningunum, sum vórðu gjørdar mánadagin, vóru 13 positivar. Týsdagin vórðu eisini fleiri enn túsund royndir gjørdar. Aksel V. Johannesen í Javnaðarflokkinum vil nú at hava at vita frá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í samferðslumálum, hvussu gongur við ætlanini at flyta fyrisitingina hjá Vága og Norðoyatunlinum úr Havn til Runavíkar. Fyrrverandi landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Henrik Old, avráddi við leiðsluna í tunnilsfelagnum, at fyrisitingin skuldi flyta úr Havn til Runavíkar 1. januar í 2019. Tað upplýsti Aksel V. Johannesen, sum tá var løgmaður, í ólavsøkurøðuni í 2018. Men málið hevur drigið út, og fyri løgtingsvalið í fjør frættist, at leiguavtala varð gjørd um høli í Runavík. Tó skuldu umvælingar gerast, áðrenn flytast kundi inn. Einki hevur verið at frætt um málið í meira enn eitt ár, og tí er áhugavert at vita, um gongd er í málinum, og nær væntast kann, at fyrisitingin verður flutt, sigur Aksel V. Johannesen í viðmerkingunum til fyrispurningin. Týskvøldið okkara tíð kunngjørdi amerikanska forsetavalevnið hjá demokratiska flokkinum, Joe Biden, at tað verður senatorurin úr Kalifornia, Kamala Harris, sum verður hansara varaforsetavalevni. Donald Trump er ikki nóg góður til starvið sum forseti í USA. USA skríggjar eftir leiðslu, men kortini hava vit ein forseta, sum hugsar meir um seg sjálvan enn um tey, sum hava valt hann, segði Kamala Harris í Delaware, har hon og Joe Biden hildu sín fyrsta valfund saman. Hetta er tað, sum hendir, tá vit velja ein mann, sum barasta ikki er nóg góður til starvið. Okkara land endar við at liggja í sori, og tað sama ger okkara umdømi um alla verðina, segði Kamala Harris. Hon nevndi tó einki um, hvat demokratarnir fara at gera øðrvísi, um hon og Biden verða vald. Men eygleiðarar halda, at røðan gav eina góða ábending um, hvussu valstríðið í USA fer at verða. Tað er serliga høvuðsstaðarøkið, ið er rakt av koronusmittuni hesaferð. Sambært hagtølum á corona.fo búgva 65 av teimum 148 fólkunum, sum hava fingið staðfest koronasmittu síðan 1. juli, í Suðurstreymoy. Í Eysturoy eru 12 smittað, í Suðuroy 5, í Vágum 3, í Norðoyggjum 1, í Sandoy 1, men í Norðstreymoy er eingin tilburður staðfestur. Fyri allar Føroyar svarar tað til, at 211 eru smittað síðani 1. juli fyri hvørji 100.000 fólk. Lond verða vanliga bólkað reyð, um fleiri enn 20 eru smittað fyri hvørji 100.000 fólk. Tá ræður um økini í landinum, eru 306 smittað í Suðurstreymoy fyri hvørji 100.000, í Suðuroy 108, í Eysturoy 101, í Vágum 89, í Sandoy 77, í Norðoyggjum 16 og í Norðstreymoy eingin. Tangarnir á strandfaraskipinum Ternuni eru illa tærdir. Vandi er fyri, at skipið verður lagt í heyst, um viðurskiftini ikki koma í rættlag. Umvælingin kostar 3,5 milliónir krónur Biðið er um 13,5 milliónir krónur til at kanna ferðafólk, sum koma til Føroya til 1.november, og biðið er um 3,9 milliónir krónur til farsóttartilbúgving, til sóttarhaldsstøð, uppihald og fyrisiting. Uppskotið um eykajáttan varð lagt fram fyrrapartin, og tingið hevur samtykt at víkja frá tíðarfreistini, so málið kann viðgerast longu í dag. Higartil eru játtaðar tíggju milliónir krónur til hetta endamálið. Á Landssjúkrahúsinum er roknað við 100 kanningum um tíman. Átta fólk skulu gera tær. Í Suðuroynni verður kannað yrkadagar. Har fara eisini tveir sjúkrarøktarfrøðingar at standa fyri arbeiðinum, tríggjar dagar um vikuna. Húsavarðartænastan eigur byggikranan, sum er frá 2016. Hann hevur staðið á trimum øðrum byggiplássum, áðrenn hann varð reistur á Óðinshædd. Kranin, undirlendið og alt annað varð góðkent, áðrenn farið varð at reisa kranan, sigur Regin Petersen, stjóri í Húsavarðartænastuni. Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, er ov opinskáraður, og tað er ein trupulleiki fyri donsku stjórnina, sum skal stýra millum skerini, nú støðan millum USA og Russland aftur er vorðin spent. Tað er niðurstøðan í eini greining í danska dagblaðnum Politiken í dag, sum uttan at nevna keldur staðfestir, at tey á Christiansborg eru farin at møðast av landsstýrismanninum í uttanríkismálum. Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, væntar at fáa álit frá trivnaðarnevndini og fíggjarnevndini til uppskotini, sum vórðu løgd fram fyrrapartin, til tingfundin, sum er settur at verða klokkan 15. Uppskotini um dagpening í sambandi við Covid 19 og lønarískoyti til pensjónistar, sum hava inntøkumiss av koronu, eru beind í trivnaðarnevndina, og uppskotið um eykajáttan er farið í fíggjarnevndina. Í gjár vórðu 2099 kanningar gjørdar, og longu nú eru 12 tilburðir staðfestir. Endaliga kanningarúrslitið fyri í gjár er ikki tøkt, tí 701 kanning er eftir at greina. Síðani koronusmittan fór at ganga í Føroyum, eru tilsamans 362 tilburðir staðfestir, 225 fólk eru vorðin frísk aftur, og løtuni eru 137 tilburðir. Frá onga smittu at hava havt í drúgva tíð, eru Føroyar nú á 14. plássi á listanum yvir øll heimsins lond, har flest eru smittað fyri hvørji 100.000 fólk. Føroyar eru nummar 14 á listanum við 214 smittaðum fyri hvørji 100.000 fólk. Ovast á listanum er Aruba í Karibia við 563 fólkum. Millum tey londini, ið eru framman fyri okkum, eru Panama, Brasil, Vit hava spurt Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann í heilsumálum, hvat kundi verið gjørt øðrvísi, so at Føroyar ikki høvdu endað so ovalaga á hesum listanum, serliga tá ið hugsað verður um, at eingin smitta var í landinum í drúgva tíð. Hagtølini á corona.fo vísa, at 62 prosent av teimum smittaðu eru menn, og 31 prosent eru kvinnur. Sjey prosent eru ikki skrásett í skipanini enn. Hagtølini vísa eisini, at eitt barn undir 10 ár er smittað. Eitt fólk, sum er eldri enn 80 ár, hevur somuleiðis fingið staðfest smittuna. Tey flestu smittaðu eru í aldursbólkinum 20 29 ár. Í tí aldursbólkinum eru 46 smittað, og tað er meira enn tvær ferðir so nógv samanborið við aðrar aldursbólkar. Støðan var hættislig í síðstu viku, men nú meta vit, í samstarvi við koronuráðgevingina, at tað er ráðiligt at lata uppaftur, sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu. Aðrir dagstovnar í landinum lata eisini upp aftur mánadagin, men í summum kommunum skal boðast frá frammaundan, um børnini koma á stovn, eitt nú í Klaksvíkar , Sjóvar , Sunda og Vága kommunu. Avtalan hevur við sær, at Ísrael skal gevast við at leggja arabiskt lendi undir seg, sigur krúnprinsurin í Emiratunum við Reuters. Hann sigur eisini, at amerikanski forsetin, Donald Trump, og ísrelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, eru samdir um at Ísrael skal gevast við at leggja palestinsk øki undir seg. Boðað verður frá, at Donald Trump hevur verið viðvirkandi til, at avtalan er gjørd, og sjálvur sigur amerikanski forsetin, at onnur viðurskifti eru við at koma uppá pláss, sum hann kortini ikki kann siga nakað um enn. Palestinar finnast at avtaluni sum Emiratini hava gjørt við Ísrael. Talskvinnan hjá PLO, Hanan Ashrawi, sigur, at Ísrael nú fær góðkenning fyri tað, sum landið hevur gjørt leingi, og tað er at leggja palestinskt øki undir seg. Tað eru bert tvey onnur arabisk lond sum hava diplomatiskt samband við Ísrael, tey eru Egyptaland og Jordan, skrivar tíðindastovan hjá Ritzau. Kom við á ferð í føroysku fjøllunum og náttúruni saman við Jens Jákupi Hansen, fotografi í Kringvarpinum. Teir ymisku túrarnir eru tiknir upp 1 1. Tað vil siga, at túrurin tekur ta tíðina, tú sært í upptøkunum. Eitt broytingaruppskot frá trimum andstøðuflokkum í Fíggjarnevndini um bara at játta 3,5 milliónir krónur, og ikki 13,5 milliónir, til at koronukanna tey, sum koma til Føroya, fall í løgtinginum í gjár. Aksel V. Johannesen, Kristina Háfoss og Ruth Vang halda tað ikki vera í lagi, at landsstýrið ikki enn er komið við lógaruppskoti, sum skal geva heimild at taka gjald frá ferðafólki fyri koronukanningar. Landsstýrið visti longu í juni, at slík heimild er ikki, siga tey. Meirilutin í Fíggjarnevndini heitir á landsstýrið um at koma við eini loysn, har ferðafólkini sjálvi gjalda fyri kanningarnar. Men í løtuni er eingin loysn, so meirilutin, Johan Dahl, Uni Rasmussen, Steffan Klein Poulsen og Kristin Michelsen, tekur undir við at játta 13,5 milliónir krónur til kanningarnar. Uppskotið um eykajáttanarlóg varð samtykt í gjár. 18 atkvøður vóru fyri, ein var blonk og eingin var ímóti. Nú hevur tingið játtað 23,5 milliónir krónur til at kanna fólk, sum koma til Føroya. Tórshavnar kommunu er farin undir at gera ferðsluumstøðurnar við Skúlan á Løgmannabreyt tryggari. Bræv er sent kommununi um hesi viðurskifti, og nú hevur kommunan broytt ferðsluna á Karlamagnusarbreyt. Tað verður ikki loyvt at seta akfør á skúlaleiðina frá Atlagøtu til rundkoyringina í Rólantsgøtu. Parkeringarforboð verður lýst í báðum borðum. SEV verður eisini á fundinum, stendur í fundarboðunum 17. juli til teir 29 borgarstjórarnar. Landsstýrið ætlar í seinasta lagi 31. desember næsta ár at stovna eitt sjálvstøðugt interkommunalt lutafelag Lutafelagið skal hava loyvið til netvirksemi, tað loyvið, sum SEV hevur nú. Landsstýrið skal góðkenna viðtøkurnar hjá lutafelagnum. Sambært tí, landsstýrið ætlar, skulu nevndarlimir og leiðsla í netfelagnum ikki samstundis hava sæti í nevnd ella stjórn hjá elframleiðslufelagi ella øðrum felagi, sum hevur vinnulig áhugamál á elveitingarøkinum. Netfelagið skal ikki eiga, ella sjálvt vera ogn hjá feløgum, sum gera ella selja elorku. Kommunufelagið sigur, at tað kann als ikki góðtakast, at hetta arbeiðið verður gjørt uttanum kommunurnar, sum eiga SEV. Í fundarboðunum til fundin fyrrapartin, skrivar Kommunufelagið, at landsstýrismaðurin, Helgi Abrahamsen, av sínum eintingum hevur fyrireikað lógaruppskot uttanum kommunurnar. Hetta lógaruppskot fer grundleggjandi at broyta fyritreytirnar hjá SEV at virka. Vit meta hetta sum eitt álvarsmál, sum kommunurnar eiga at umrøða innanhýsis, stendur í fundarboðunum. Føroyingar brúka støðugt meira streym. Fyrstu sjey mánaðir í ár eru gjørdir 227,3 gigawatttímar, 6,2 prosent fleiri enn somu tíð í fjør, sigur SEV. Olja varð brúkt til at gera 64 prosent, 24 prosent komu úr vatni og 12 prosent frá vindi. Higartil í ár er grøna orkan 2,5 prosent størri enn í fjør. Í juli var eftirspurningurin eftir elorku 11,7 prosent størri enn í juli í fjør. Sólorkan í Sumba roynist væl, sigur SEV. Hon ger streym, sum svarar til miðalnýtsluna hjá 78 húskjum. Landið er ikki so illa rakt av korona, sum flest øll onnur lond er, og av tí sama er búskapurin heldur ikki so hart raktur, skrivar tíðindastovan Ritzau. Sambært eini uppgerð frá OECD, so fer búskapurin í Suðurkorea at minka 0,8 prosentstig í ár, og tað er munandi minni enn í øðrum londum, har afturgongdin er heilt upp í 20 prosent. Tí er Suðurkorea tað ídnaðarlandið, sum higartil hevur staðið seg best í kreppuni, sigur OECD. Úrslitið hjá Suðurkorea er kortini tað vánaligasta síðani fíggjarkreppan herjaði í Asia í 1998, skrivar Ritzau. Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, eftir greiningina í danska blaðnum í gjár, har sagt verður, at landsstýrismaðurin hevur verið ov opinskáraður. Jenis av Rana sigur, at hann hevur eingi boð fingið frá Trine Bramsen, verjumálaráðharra, um at hann hevur verið ov opinskáraður eftir eina samrøðu millum seg og hana um ætlaða radaran á Sornfelli. Tað eru nýggjar tíðir, og danir mugu venja seg við, at føroyingar skulu upplýsast um hernaðarligar ætlanir í Føroyum, sigur Jenis av Rana. Lukasjenko hevur stýrt Hvítaruslandi, sum er eitt av fátækastu londunum í Evropa, við harðari hond síðani í 1994. Tey sum hava roynt at bjóða honum av, eru fongslað, meðan onnur hava valt at stinga í sekkin og flyta av landinum. Svetlana Tikhanovskaja, sum stillaði upp ímóti Lukasjenko, avgjørdi týsdagin at rýma úr Hvítarusslandi og at leita sær friðskjól í Litava, skrivar Ritzau. Í morgun frættist, at minst 6.000 fólk eru tikin í mótmælunum í Hvítarusslandi í vikuni, men nú eru 100 av teimum latin leys, skriva tíðindastovurnar. Føroyski landsliðsleikarin í fótbólti, Gilli Rólantsson, sum spælir fyri norska felagið Brann í Bergen, hevur fingið staðfest koronu. Fyri góðari viku síðani boðaði Gilli felagnum frá, at hann hevði verið saman við fólki, sum hevði fingið koronu, og síðani hevur hann ikki vant við liðnum, men hevur verið í sóttarhaldi. Støðan er óheppin, men Gilli hevur gjørt alt, sum hann skuldi. Hann boðaði felagnum frá so skjótt sum hann kundi, og síðani hevur hann verið í sóttarhaldi við hús, sigur læknin hjá Brann, Magnus Myntevik, í tíðindaskrivi. Tað hevur týdning, at hann ikki hevur verið saman við øðrum leikarum, og hevur heldur ikki vant, síðani ivin um smittuna tók seg upp, sigur læknin. Gilli Rólantsson skal vera í sóttarhaldi, so leingi tað er neyðugt, og hann sleppur ikki at venja saman við hinum, fyrr enn hann hevur verið frískur í tríggjar dagar, sigur Magnus Myntevik, lækni. Í løtuni er bara eitt fólk í Norðoyggjum skrásett at hava koronu, men Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, stúrir fyri, at fleiri hava smittuna, tí enn eru allar royndirnar ikki greinaðar. Fólkapensjónistar, sum ikki vóru á lønarískoytisskipanini, tá hon var í gildi fyrru ferðina, kunnu ikki koma upp í hana nú, hon kemur í gildi aftur frá 1.juli at rokna. Orsøkin er, sigur formaðurin í nevndin, Uni Rasmussen, at hetta er galdandi fyri hina lønarískoytisskipanina, fyri hana, sum er galdandi fyri tey, sum eru yngri enn 67 ár. Hóast tilmælið hjá Undirvísingarstýrinum er, at foreldur ikki sleppa inn á skúlarnar, hava fleiri av teimum stóru skúlunum í Havn ætlanir um at lata foreldrini at børnum, sum fara í forskúla og 1. flokk, sleppa við fyrsta skúladag. Børnini kenna hvørki skúlan ella lærarar, og teir skúlaleiðarar, sum útvarpið hevur tosað við, eru á einum máli um, at tað kann skaða skúlagongdina hjá barninum, um tað fær eina byrjan, sum er so ótrygg. Er tað ov vandamikið, eiga vit heldur bíða við at lata skúlarnar upp, heldur onkur av skúlaleiðslunum, sum útvarpið hevur tosað við. Undirvísingarstýrið fer á fund seinnapartin, og har verður hetta málið eisini umrøtt sigur Hjalmar Hansen, stjóri í Undirvísingarstýrinum. Løgtingið samtykt einmælt í gjár, at tey, sum verða smittað ella sett í sóttarhald, skulu aftur fáa dagpengar eftir lógini um dagpening. Men lógin fer longu úr gildi aftur 31. august, og tað hevur við sær, at verður tú smittaður ella settur í sóttarhald næstu dagarnar, fært tú ongar dagpengar eftir 1. september. Mikudagin vórðu 12 tilburðir av koronu staðfestir í Føroyum, og sostatt vórðu eingir tilburðir í teimum seinastu 700 kanningunum, sum nú eru greinaðar. Liðugt er ikki at greina kanningarnar fyri í gjár, og tí eru eingi tøl almenn fyri í gjár, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni. Hann sigur at greiningararbeiðið gongur skjótari nú, og tí sigur hann seg vóna, at úrslitið verður greitt í kvøld. 12 tilburðir um dagin er alt ov nógv, um Føroyar skulu sleppa av aftur listanum yvir reyð lond. Fyri at røkka tí málinum, skulu tilburðirnir ikki vera fleiri enn 10 um vikuna, sigur landslæknin, so har er langt á mál. Tað hevur stóran týdning, at fólk ikki standa ov tætt saman, og so hevur reinføri eisini avgerandi týdning, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni. Kris er ein sjálvboðin hjálparfelagsskapur, sum gevur kynsliga misnýttum fólkum vegleiðing og hjálp, og upplýsir um kynsligan ágang. 2162 kanningar vórðu gjørdar í gjár. 1094 royndir eru greinaðar, og teir tríggir tilburðirnir, sum nú eru staðfestir, eru í kanningunum, sum vórðu gjørdar í gjár. Týsdagin vórðu 2454 kanningar gjørdar, og tá vórðu 14 tilburðir staðfestir. Mikudagin vóru umleið 2600 kanningar, og 12 tilburðir vórðu staðfestir í fyrradagin. Uppskriftir á Facebook, offshore typan, kærleikin til Ísrael, gerandisrasisma og bensinstøðin í Skálafirði. Millum lítið og einki sleppur undan viðgerð frá teimum báðum Bjarna Arge og Jóan Paula Dahl Jakobsen. Undirtøkan er eisini góð. Hvør partur verður stroymdur fleiri túsund ferðir og nógv av tí teir siga er blivið partur av gerandismálinum. Flestu vita nú hvør offshore typan er og at Føroyar ikki eru verðin, men í verðini. Vit hava havt eitt longri prát við annan teirra, Jóan Paula Dahl Jakobsen. Vit spyrja hann millum annað hví teir byrjaðu podcastin og um teir sjálvir meta, at tað er eitt týdningarmikið arbeiði teir gera. Kommunufelagið er í øðini og finst hvassliga at landstýrismanninum í heilsumálum, sum setir spurnartekn við, hví kommunurnar aftur hava avbyrgt ellis og røktarheim. Í facebook dagføring í gjárkvøldið setti Kaj Leo Holm Johannesen spurnartekn við rættindini hjá borgarum á ellis og røktarheimum. Hann spyr, hvør hevur funnið uppá, at avvarðandi ikki sleppa at vitja, og samanber hetta við fangar á deyðsgongini í USA, sum hava rætt til vitjan. Dania Oddmarsdóttir Tausen er ættað av Toftum, og tað er eisini har áhugin fyri tónleiki byrjaði. Hon hevur sungið nógv í samkomuhøpi, og tað er eisini har, hon hevur fingið dirvið til at trína fram og syngja fyri eini áskoðarafjøld. Men fyri góðum ári síðani flutti Dania til Havnar fyri at ganga í skúla á Fróðskaparsetrinum. Tað, sum eyðkennir Daniu er, at hon hevur fingist við nógvan ymiskan tónleik. Alt frá gospel til jazz. Tað er eisini tað, sum myndar lyndið hjá 21 ára gomlu toftakvinnuna. Hon er opin fyri øllum. Tað er tørvurin á smidleika, sum er orsøkin til, at man nú bjóðar fríyrkisstørv út millum uppsagdi flogskipararnar. Tað sigur Jóhanna á Bergi, stjórin í Atlantsflogi. Rættast hevði verið at tikið uppsagnirnar aftur, heldur enn at lýsa størvini leys, tí tað skapar eina óvirðiliga kapping, sigur Rúni Højgaard, formaður í Flogskiparafelagnum. Tímalønt í Føroyum millum annað handverkarar, fólk í tænastuvinnuni og í almenna geiranum eru ov illa vard. Tað heldur Samtak. Á arbeiðsmarknaðinum eru løntakarar sperdir. Summi eru farin í sóttarhald, meðan onnur hava trupult við at fáa børnini ansaði, uttan at fáa endurgjald. Landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum noyðist at taka arbeiðandi fólkið í Føroyum í størri álvara, siga tey. Anna Dalsgaard, lærari, heldur tað ikki vera ráðiligt at koyra øll børnini í skúla, meðan koronusmittan enn ger um seg í samfelagnum. Hans Jón Thomsen, skúlastjóri í Hoyvíkar skúla, heldur, at tað kann vera ótrygt at lata børnini fara aftur í skúla týsdagin, serliga um fleiri enn 100 børn skulu savnast á sama stað. Hjalmar Hansen, stjóri í Undirvísingarstýrinum, sigur í stuttari viðmerking, at skúlabyrjanin og onnur mál verða umrødd á fundum í løtuni. Okkara eldru borgarar hava tað kanska truplari enn tey flestu mong eru avbygd á ellis og røktarheimum, og prísurin fyri at verja tey eru høgur bæði kropsliga og sálarliga. Leysasøgur hava annars gingið um, at tunnilin fer at lata upp fyri tíð. Men tað vísir stjórin aftur. Hann sigur, at arbeiðið skal vera liðugt síðst í hesum árinum, og so skulu teir nýta nakrar mánaðir at royna alla ta teknisku útgerðina, áðrenn tunnilin letur upp fyri almennari ferðslu. Hann sigur, at tað er meira teknisk útgerð í Eysturoyartunlinum samanborið við Vágatunnilin og Norðoyatunnilin, og tí tekur tað longri tíð at royna alla útgerðina. Tað er ørkymlandi og villeiðandi fyri almenningin, um ein landstýrismaður úttalar seg privat um hansara málsøki. Tað sigur Bjørn á Heygum, sakførari eftir at Kaj Leo Holm Johannesen, landstýrismaður í heilsumálum í gjár segði seg úttalað seg privat á hansara facebook vanga, um viðurskifti undir hansara málsøki. Tað ber snøkt sagt ikki til, sigur Bjørn á Heygum Fyrrakvøldið skrivaði landstýrismaðurin í heilsumálum soleiðis á facebook Í útvarptstíðindunum í gjárkvøldið helt Kaj Leo Holm Johannesen tó fast í, at hetta var eitt mál har hann úttalaði seg sum privat persónur um privat viðurskifti Men alment ella privat, so eru útsagnir á Facebook at rokna sum almenn nú á døgum, sigur Bjørn á Heygum Bjørn á Heygum sigur tó, at ongin lóg er brotin í hesum førinum, men Landstýrismaðurin í Heilsumálum er tó farin ímóti siðvenjuni við sínum útsagnum Anja, sum er uppvaksin í Havn, greiðir millum annað frá tilveruni í Nólsoy og teimum avbjóðingum, sum ferðavinnan hevur at dragast við í hesum døgum. Tá Lena og Niclas seint á heysti í 2017 settu seg at leggja til rættis hennara komandi útgávu, vildu tey fegin royna at gera tónleik, ið byggir á ta synergi, sum kann íkoma, tá ein sangari og eitt orkestur framføra samstundis í studio. Vit spurdu okkum sjálvi hvør hevði verið ynskispersónurin at tikið upp eina slíka plátu Geoff Emerick var tað upplagda svarið , sigur Lena. Geoff Emerick var ein slóðbrótari innan ljóðupptøkur og var við til at definera eitt gulltíðarskeið í enskum popptónleiki við fyrst og fremst The Beatles í sekstiárunum. Tá hann játtaði at upptaka komandi útgávuna, vóru vit ikki í iva um, hetta mátti gjøgnumførast , leggur hon aftrat. Ein serstøk heilsan var frá Paul McCartney. Vit brúktu nógvar spennandi tímar saman í studio, og altíð leveraði hann vøruna. McCartney segði somuleiðis. Hann var ein serliga góður tøkningur og vinur, og sjálvt um The Beatles høvdu nógvar góð ljóðfólk gjøgnum árini, so var Geoff the ONE . Forsetin í USA, Trump, segði á tíðindafundi í Bedminster, New Jersey, at hann ætlar at seta revsitiltøk í verk móti Iran í næstu viku. USA hóttir við revsitiltøkum móti Iran, og hann nýtir eina áseting í einari avtalu um atomvápn millum Iran og heimsleiðararnar frá 2015. Orsøkin til revsitiltøk í móti Iran, er nýtslan av atomvápnum. USA og fleiri onnur lond hava sett revsitiltøk í verk móti Iran fyri at fyribyrgja nýtslu av atomvápnum. Londini revsa eisini Iran fyri at stuðla víðgongdum felagsskapum, so sum Hamas og IS. Fríggjadagin skjeyt Putin upp at heimsleiðararnir hittast og kjakast um Iran. Spurdur um hann ætlar sær við, svarar Trump allarhelst ikki . Forsetin í Suðurafrika, Cyril Ramaphosa, sigur, at í morgin verða næstan allar avmarkingar, sum hava verið, broyttar. Tað hevur verið bannað at selja alkohol og tubakk, og tað verður so loyvt aftur í morgin. Fólk sleppa at ferðast innanlands aftur, familjur kunnu savnast, og fyritøkur og handlar kunnu lata upp aftur. Tað fer at hjálpa búskapinum hjá okkum at lata upp aftur, nú vit hava verið í gjøgnum eitt sera hart tíðarskeið fyri landið, segði Ramaphosa á einari sjónvarpsrás leygardag. Hóast landið letur upp, minnir hann á, at fólk enn mugu ansa eftir covid 19, og at tær keðiligu tíðirnar ikki eru av. Fleiri enn 570.000 fólk hava havt korona í Suðurafrika, og 11.500 hava latið lív. Suðurafrika er nummar fimm á listanum yvir harðast raktu lond, aftaná USA, Brasil, Russland og India. Men seinastu vikurnar er smittalið minkað nógv í Suðurafrika. Tað er farið frá at vera fleiri enn 12.000 smittutilburðir um vikuna til at vera 5.000 í miðal seinastu vikurnar. Fleiri yvirgangsálop hava verið í afrikanska landinum Mozambique, og nú hevur tað eydnast Islamiskum Stati IS at taka fleiri býir í landinum og fáa størri vald. Tað skrivar BBC. Fleiri vistu ikki, at IS var í Mozambique, og í Mozambique eru tey bilsin, tí herurin hjá IS er vorðin so stórur har. Tíðindafólkið hjá DR í Afrika, greiðir frá, at felagsskapurin er voksin spakuliga seinastu árini, og nú bráddliga hevur rættiliga stórt vald í Mozambique. Stjórnin í Mozambique hevur ikki gjørt nakað við trupulleikan, men herurin í Mozambique roynir at endurvinna býirnar, sum IS hevur tikið. Herurin í Mozambique er tó veikur. Donsku heilsumyndugleikarnir hava seinastu tíðina mælt til, at fólk eru í masku, tá tey ferðast við almennum bussi, metro ella toki. Serliga, tá ið nógv fólk eru við. Frá leygardegnum 22. august verður tað krav. Og ikki bert í meldurtíðini, men alt samdøgrið. Tað fevnir um bussar, tok, metro, skip og hýruvognar. Søren Riis Paludan, professari í virusfrøði, sigur við DR, at tað kann vera sera munagott, í hvørt fall um fleiri smittað eru umborð. Øll, sum eru eldri enn 12 ár, skulu vera í masku. Er ein ikki í masku, verður ein biðin um at fara úr flutningstólinum. Um tað er neyðugt, verður politiið kallað inn. Fleiri og fleiri lond krevja, at borgarar skulu vera í masku í almenna rúminum, til dømis tá tey nýta almennan flutning, ella tá nógv fólk eru savnað. Sum fráboðað, so byrja allir fólkaskúlar aftur týsdagin 18. august. Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur tó eftir tilráðing frá ráðgevandi bólkinum tikið avgerð um, at ávísar tillagingar skulu setast í verk í Tórshavn hesa fyrstu vikuna. Hetta inniber, at í stóru skúlunum í Tórshavn skulu næmingar í forskúlanum og næmingar í 1. til 5. flokki møta sum vanligt, meðan næmingar í 6. til 10. flokki Námx byrja skúlagongdina 24. august. Skúlarnir, talan er um, eru Skúlin við Løgmannabreyt Hoyvíkar skúli Eysturskúlin Skúlin á Argjahamri Sankta Frants skúli Skúlin á Fløtum Støðan aðrastaðni í landinum hevur eisini verið til viðgerðar, men her verður ikki mett, at serlig tiltøk skulu setast í verk í sambandi við skúlaársbyrjan. Høvuðsgrundgevingin fyri hesi avgerð í Tórshavn er smittustøðan í økinum og at minka um sannlíkindini fyri øktari smittuspjaðing, soleiðis at rætta gongdin í løtuni ikki vendir, skrivar Mentamálaráðið í tíðindaskrivi. Hon sigur, at sannlíkindini fyri, at tey lata upp aftur fyri vitjandi á eldraøkinum skjótt, eru góð, tí smittusporingin gongur væl, og tað er næstan eingin leys smitta í samfelagnum. Tey, sum varða av eldraøkinum, skulu fundast í morgin, um, hvussu tey lata upp aftur fyri vitjandi. Men seinast, tá ið ellisheimini lótu upp fyri vitjandi, slapp fyrst ein avvarðandi at vitja, síðani tvey og so framvegis. Tað er sannlíkt, at avvarðandi og búfólk sleppa at síggja hvønn annan skjótt, men júst nær, og hvussu tað fer at ganga fyri seg, er ikki vist enn. Forsetin í USA, Donald Trump, segði í einari samrøðu við the New York Post, at fleiri halda, at Snowden hevur fingið órættvísa viðferð. Snowden avdúkaði nógvar loyniligar fílur, har tað sást, at NSA hevði eftirlit við fólki í USA og kring heimin. Hann flýggjaði úr USA og fekk friðskjól í Russlandi. Sakførarin hjá Snowden, Anatoly Kucherena, sigur, at USA skal ikki bert vísa honum náði, men sleppa øllum ákærum, tí hann hevur einki ólógligt gjørt. Trump ætlar sær at kanna málið, men hann hevur ikki altíð havt somu sannføring. Stutt eftir hendingina í 2013, segði Trump, at Snowden var ein njósnari, sum skuldi verðið dripin. Tað skrivar Reuters. Marnar Fríðheim Kristiansen, lækni, heldur, at vit áttu at leita okkum íblástur úr Íslandi, har myndugleikarnir nú krevja fólk í sóttarhald, um tey koma um landamørkini hetta meðan bíðað verður eftir seinnu koronakanningini, sum verður gjørd sætta dagin. Vit hava kannað næstan 30.000 fólk síðani korona aftur kom til Føroya fyri stuttum, og tað megnararbeiðið kann fara fyri skeyti, um vit ikki ansa eftir um landamørkini, sigur læknin. Hann vísur eisini á, at ferðavinnan ikki hevur háárstíð nú vit fara inn í heystið, og tí átti at verið lættari at sett strangari krøv um landamørkini. Vit síggja við øðrum sjúkum, at tær taka dik á seg um veturin, tí tá eru fólk meira inni, og tað kann hugsast, at korona fer at uppføra seg soleiðis eisini, sigur Marnar Fríðheim Kristiansen. Í einari yvirumsorgan fyri okkara elstu borgarum, hava vit gjørt alt fyri at verja tey fyri koronasmittuni, men samstundis hava vit tikið teirra sjálvsavgerðarrætt frá teimum, sigur Hildur Høgadalsá, limur í Etiska Ráðnum. Etiska Ráðið hevur viðgjørt spurningin um, hvussu eldraøkið verður skipað, og tey eru komin eftir, at tað átti at verið møguligt at latið tey eldri fólkini sjálvi verið ein partur av avgerðunum, sum tiknar vera. Um so er, at tað tey eldru vilja eitt nú fáa vitjanir ikki letur seg gera, so má tað í øllum førum verða greitt, hví tað ikki ber til, sigur Hildur Høgadalsá. Skipanin var dýrari enn mett, tí í fíggjarlógini fyri 2019 eru játtaðar 135 milliónir krónur til inntøkur og 135 milliónir krónur til útreiðslur. Landsgrannskoðanin hevur gjørt eina frágreiðing um frávik millum játtan og nýtslu í fíggjarlógini 2019. Frágreiðingin er send løgtingsgrannskoðarunum, sum viðgera hana um eina viku. Orsøkin til tær 11 milliónirnar á muni er, at tvær vikur vórðu lagdar afturat barsilstíðini í fjør. Og bundin eftirløn er eisini komin afturat barsilssgjaldinum. Skipanin kostaði 2,1 millión at reka í fjør. Játtaðar vóru 2,4 milliónir krónur. Í mai í ár segði Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, at neyðugt er at hækka inngjaldið 0,17 prosentstig, ella 24 prosent, skal Barsilsskipanin koma uppundan aftur. Tá Barsilsskipanin kom fyri 20 árum síðani, var inngjaldið 0,25 prosent av A inntøkum. Tað hækkaði upp í 0,62 prosent í 2006. Og siðani 2015 hevur tað verið 0,71 prosent. Mótmælisfólkini hava mótmælt forsetanum Alexander Lukashenko. Tað skriva millum annað bretska kringvarpið, BBC, og tíðindastovan, AFP. Andstøðan sigur tó, at forsetin hevur framt valsvik, og umframt valúrsltið mótmæla fólk eisini harligu og tilvildarligu viðferðina, tey hava fingið frá løgregluni í kjalarvørrinum av mótmælunum. Tey flestu av teimum handtiknu vórðu tó leyslatin aftur beint undan vikuskiftinum. Støðan í Hvítarusslandi fekk uttanríkisráðharrarnar í ES at hittast í síðstu viku at viðgerða støðuna. Uttanríkisráðharrarnir samdust um at seta tiltøk í verk móti teimum fólkunum, ið skulu standa aftanfyri valsvikið og harðskapin móti mótmælisfólkunum. Russland, hinvegin, stuðlar hvítarussiska forsetanum, Lukashenko. Sambært russisku tíðindastøðini RT, hevur Vladimir Putin, russiski forsetin, lovað hvítarussiska starvsbróðuri sínum, at Russland er til reiðar at veita honum stuðul, og eisini hernaðarligan stuðul um neyðugt. Ein av andstøðuleiðarunum, og sum var á vallepanum til valið, Svetlana Tikhanovskaya, flýddi í vikuni til Litava eftir, at hon kendi seg ótrygga. Hon fekk 10 prosent av atkvøðunum til forsetavalið. Landsgrannskoðanin hevur fingið at vita frá Løgmansskrivstovuni, at tá fíggjarlóg fyri 2019 skuldi gerast, vístu tey á, at útskiftingar, sum hava við sær eyka útreiðslur til millum annað bíðiløn til fráfarin landsstýrisfólk, vóru væntandi. Grundarlagið fyri játtanini í fjør var, at líka nógv landsstýrisfólk vóru eftir løgtingsvalið. Eisini varð roknað við, at helvtin av landsstýrisfólkunum vórðu skift. Men øll landsstýrisfólkini vórðu skift. Útskiftingin gjørdi, at átta fráfarin landsstýrisfólk skuldu hava bíðiløn í tríggjar ella seks mánaðir. Samstundis fóru landsstýrisfólkini úr átta niður í sjey. Eitt skifti var í landsstýrinum í 2018 og aftur eitt í 2019. Landsstýriskvinnan í mentamálum, sum løgmaður tilnevndi í februar 2019, hevði rætt til 12 prosent í eftirløn. Tann, sum var í embætinum frammanundan, hevði ikki rætt til eftirløn. Orsøkin til, at eingin bygningur varð seldur í fjør, er tann, at einki stjórnarráð boðaði Landsverki frá, at bygningur var til sølu. Landið eigur 185 bygningar, svarandi til 240.000 fermetrar í vídd. Tey fimm árini frá 2014 til 2018 seldi landið bygningar fyri 6,8 milliónir krónur í miðal um árið. Í ár er roknað við fimm milliónum í fíggjarlógini fyri seldar bygningar. Arktisk Kommando arbeiðir í løtuni við at seta eina heimaverju á stovn í Grønlandi, sum skal vera mannað við sjálvbodnum grønlendingum. John Boye Rasmussen, varaleiðari í Arktisk Kommando, sigur sambært Sermitsiaq, at tørvur er á einari eykamanning, sum kann stuðla Arktisk Kommando í kreppustøðum. Tí verður málið fyrireikað nú, og ætlanin er at útvega fólk til heimaverjuna um eitt ár. Hann leggur aftrat, at tað ikki er avgjørt enn, hvussu nógvum sjálvbodnum brúk er fyri, men tørvur verður á umleið 120 fólkum, um tað skal gera nakran mun. Men John Boye Rasmussen sigur, at tað hevði gjørt góðan mun, um Arktisk Kommando fekk hjálp frá staðkendum fólki, sum eisini duga grønlendskt. Sjúkrahúsverkið er farið at rigga eina koronudeild til í tveimum lonum uttan fyri G bygningin við Landssjúkrahúsið, men nýggja deildin verður ikki klár fyrr enn um einar 14 dagar, upplýsir varastjórin. Ardern segði sambært BBC, at við at útseta valið fáa allir flokkar sama møguleika at leggja valstríðið til rættis eftir broyttu umstøðunum. Ongin smittutilburður varð staðfestur í Ný Sælandi í meira enn 100 dagar, men í síðstu viku vórðu brádliga fýra tilburðir staðfestir í størsta býnum Auckland, og síðani eru tilsamans 58 tilburðir skrásettir. Tá nýggju tilburðirnir vóru staðfestir, heittu andstøðuflokkarnir á Ardern um at útseta valið, og tað hevur forsætisráðharrin eftirlíkað, men sambært AFP fer hon ikki at útseta valið einaferð aftrat. Umleið 60 prosent av veljarunum siga seg taka undir við henni, og í løtuni stendur stjórnarflokkurin seg so mikið væl, at neyðugt verður ikki at fáa stuðul frá øðrum flokkum. Játtaðar vórðu tríggjar milliónir krónur, men av tí at sendistovan í Beijing ikki byrjaði fyrr enn í september, kostaði sendistovan góðar 1,2 milliónir krónur í fjør. Hinar sendistovurnar kostaðu úr 43.000 krónum tann í Danmark upp í 491.000 krónur tann í London meira enn tær fingu í fíggjarlógini. Hyggja vit at útflutninginum fyrra hálvár nøkur ár aftur í tíðina, síggja vit bæði vøkstur og minking, sum eru størri enn tað, sum vit síggja nú. Lønarískoytið til fiskimenn fær Als aftur úr Trygdargrunninum. Tað talið er ikki tøkt enn, men tað er ikki stórt, sigur Magni á Deild Olsen, stjóri í Als. Johnny Olsen, grindaformaður í Sandvík, upplýsir, at talan er um seks stórar døglingar, ið verða býttir til fólkið í Hvalbiar sókn. Av tí at døglingur ikki er fevndir av grindalógini, er tað gomul siðvenja, ið staðfestir, hvussu farast skal fram, tá ið hann ger landgongd, upplýsir Jaspur Vang, sýslumaður í Suðuroynni. Ein tilburður aftrat varð staðfestur í gjár, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. Hann varð staðfestur í teimum 608 kanningunum, sum vórðu gjørdar í gjár. Atlantic Airways hevur í morgun sett seks flogskiparar í starv. Tveir eru settir í fast starv, og fýra eru settir í fríyrkisstarv. Vanligt er, tá ið flogskiparar verða settir í starv, at reglurnar um starvsaldur verða fylgdar. Men starvsaldur er ikki einasta atlit, sum er tikið, tá ið hesi størvini eru sett, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways. Jóhanna á Bergi vísir aftur, at Atlantsflog hevur borið seg skeivt at í sambandi við, at flogskiparar vórðu sagdir úr starvi fyrr í ár, og flogfelagið er til reiðar at lata Fasta Gerðarrættin avgera ósemjuna, sigur hon. Frá mikudegnum herðir Ísland krøvini til fólk, sum koma til landið. Fólk skulu kannast fyri korona, tá tey koma til Íslands, og so aftur fimm samdøgur seinni. Og tey skulu sjálvi rinda fyri kanningina. Tað kostar 400 krónur í okkara peningi, tá fólk hava boðað frá, at tey koma. Annars er prísurin 500 krónur fyri eina kanning, skrivar DR. Fólk, sum koma til Íslands, skulu vera í sóttarhaldi, til seinna kanningin er gjørd. Tey skulu vera, har tey skulu vitja, og ikki koma í samband við onnur fólk, eru boðini frá íslendsku myndugleikunum. Eru fólk sjúk, tá tey koma til Íslands, fáa tey boð um at fara í sjálvboðið sóttarhald. Ber tað ikki til, kunnu myndugleikarnir vísa á okkurt at vera í. Lukasjenko sigur seg vera til reiðar at broyta hvítarussisku grundlógina, til tess at valdsbýtið verður øðrvísi, men hann ger samstundis greitt, at hann er ikki sinnaður at gera tað undir trýsti frá mótmælisfólkum. Tey mótmæla valúrslitinum og siga, at forsetin hevur framt valsvik. Mótmælisfólkini krevja nýval, men forsetin segði í morgun, at tað kemur ikki upp á tal. Lukasjenko fekk 80 prosent av atkvøðunum á fosetavalinum sunnudagin. Andstøðan í Hvítarusslandi hevur heitt á fólk um at fara í aðalverkfall í dag, og nógvar verksmiðjur eru manntómar í dag, skrivar The Guardian. Randi bleiv fyrstu ferð hugtikin av Símuni, tá hann helt eina framløgu um ferðina við missiónsskipinum, Doulos, í Suðurafrika. Hetta var í 1993. Í fyrstu sendingini hoyrdu vit millum annað, at teir, sum tá myndaðu Føroya Reiðarafelag, sóu einasta møguleika vera fyri at bøta um vánaligu støðuna hjá heimaflotaum, at útvega Føroyum størri uppisjóvarrættindi, sum heimaflotin síðani kundi fáa lut í. Onnur sending snúði seg um, hvussu gongd fekst á fiskiskapin tað fyrsta árið eftir nógv hækkaðu kvotunu, har vit høvdu vit samrøðu við tveir reiðarar, ið fyrstu ferð royndu seg í makrelfiskiskapi. Í hesi sendingini hava vit tosað við Jacob Vestergaard, táverandi og núverandi landsstýrismann í fiskivinnumálum, um stóru mótstøðuna bæði politiskt og vinnuliga móti at hækka kvotuna. Somuleiðis hava vit samrøðu við Jan Arge Jacobsen, fiskifrøðing og leiðara á uppisjóvardeildini á Havstovuni, um leiklutin hjá teimum í makrelmálinum. Landsfundurin hjá demokratunum byrjaði í dag, og er alla vikuna. Koronakreppan ger, at fundurin verður á netinum. Á fundinum fer Joe Biden, fyrrverandi varaforseti, at takka fyri, at hann verður forsetavalevni hjá demokratiska flokkinum. Fyrr í summar lá Joe Biden væl frammanfyri Donald Trump í meiningakanningum, men munurin er nú tódnaður niður í næstan einki, vísir ein meiningakanning, sum CNN hevur gjørt upp undir landsfundirnar. Nú siga 50 prosent av skrásettum veljarum, at tey vilja hava Joe Biden og Kamalu Harris sum ávikavist forseta og varaforseta í USA. 46 prosent siga seg vilja hava Donald Trump at halda fram sum forseta og Mike Pence sum varaforseta. Í 15 av týdningarmestu statunum fær Biden stuðul frá 49 prosentum og Trump frá 48 prosentum, so munurin er mestsum burtur, skrivar CNN. Víst verður á, at Joe Biden hevur mist undirtøkuna frá monnum, sum eru millum 35 og 64 ár. Og so hava republikanskir veljarar gjørt av heldur at velja Donald Trump enn Joe Biden. Tó ivast nógv framvegis, og tað kann broyta støðuna aftur, skrivar CNN. Eftir ætlan skulu Slovan Bratislava møta KÍ í fyrsta undanumfarinum til Champions League mikukvøldið. Dysturin verður spældur í Klaksvík. Tummas Lervig, formaður í KÍ, upplýsir fyri Kringvarpinum, at hann hevur einki frætt frá mótstøðuliðnum ella myndugleikunum um, at ein leikari hjá slovakiska liðnum hevur fingið staðfest koronu. Men hann vísir á, at spælararnir verða kannaðir fyri koronu, tá ið teir koma til landið, og Tummas Lerveg væntar ikki at frætta nakað, fyrr enn úrslitið av kanningunum er greitt. Fyrrverandi spanski kongurin, Juan Carlos, er í Sameindu Arabisku Emiratunum. Tað upplýsir ein talsmaður kongshúsið, sambært Reuters. Leiðslurnar á eldraøkinum og Pál Weihe, yvirlækni, hava í dag havt fund um smittustøðuna. Hildið verður, at støðan er batnað so mikið, av avgjørt er at lata eldraøkið varisliga uppaftur, sigur Kommunufelagið. Eldraøkini heita samstundis á avvarðandi um at lata seg kanna við jøvnum millumbili, eisini áðrenn tey vitja fyrstu ferð. Starvsfólkini á eldraøkinum verða kannað javnan, og gera avvarðandi tað eisini, minkar vandin fyri smittu á búeindunum munandi, sigur Kommunufelagið. Aðrar tænastur á eldraøkinum fara eisini at virka aftur. Lokalu økini fara at kunna nærri um tað fyri hvørt økið sær, sigur Kommunufelagið. Flogskiparafelagið er alt annað enn nøgt, hóast seks av teimum 19 flogskiparunum, sum vórðu uppsagdir í mai, nú sleppa aftur til arbeiðis. Hvørki stjórin ella nevndarformaðurin í Atlantsflog høvdu møguleika at koma í sjónvarpsstovuna í kvøld. Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum hevur gjørt sáttmálan við Flogskiparafelagið, vísir aftur, at sáttmálin er brotin. Seinnapartin hevði Fakfelagsráðið fund um støðuna í Atlantsflog, sum sambært Flogskiparafelagnum ikki heldur seg til grundleggjandi spælireglur, nú felagið hevur brúk fyri nøkrum av teimum 19 flogskiparunum, sum vórðu uppsagdir fyrr í summar. Undirvísing á netinum hevur fylt nógv síðani koronusmittan kom til Føroya. Bæði í fólkaskúlanum og á hægri lesnaði, og nógv hava kanska roynt seg á Zoom ella Microsoft Teams. Men sambært rektaranum hevur tað stóran týdning, at nýggju næmingarnir møta í skúla tí fyrstu tíðina. Tað skal meira til enn bara at ansa eftir kropsligu heilsuni, tá vit vilja verja okkara gomlu móti koronu. Tóra Petersen, PhD í traumatologi, eftirlýsir eitt breiðari grundarlag í Farsóttarnevndini. Endamálið er geva búfólkum og avvarðandi eina góða uppliving, sigur Hallur Joensen, sum í góðveðrinum í Klaksvík leygardagin fekk smílini fram og fólk upp á gólv. Landssjúkrahúsið biður nú allar sjúklingar og vitjandi um fyribils at brúka munnbind, tá ið tey koma inn á sjúkrahúsið, skrivar Landssjúkrahúsið á heimasíðuni. Hetta verður galdandi frá fríggjadegnum 21. august, og umfatar øll, sum hava ørindi á sjúkrahúsinum. Børn undir skúlaaldur eru tó undantikin. Vitjandi skulu sjálv hava munnbind við. Avgerðin er tikin aftaná, at Farsóttarnevndin í farnu viku mælti til, at fólk brúka munnbind, tá ið tey ferðast í almenna rúminum, har fleiri savnast. Joe Biden hevur nú mist meginpartin av tí, sum hann var frammanfyri Donald Trump í meiningakanningunum fyrr í summar. Tað vísir ein kanning, sum sjónvarpsstøðin, CNN, hevur gjørt. Landsfundurin hjá demokratunum byrjaði í dag, og er alla vikuna. Koronakreppan ger, at fundurin verður á netinum. Á fundinum fer Joe Biden, fyrrverandi varaforseti, at takka fyri, at hann verður forsetavalevni hjá demokratiska flokkinum. Landsfundurin hjá republikanska flokkinum byrjar um eina viku. Fyrr í summar lá Joe Biden væl frammanfyri Donald Trump í meiningakanningum. Men munurin er nú tódnaður niður í næstan einki. Tað vísir ein meiningakanning, sum sjónvarpsrásin, CNN, hevur gjørt uppundir landsfundirnar. Nú siga 50 prosent av skrásettum veljarum, at tey vilja hava Joe Biden og Kamalu Harris, sum ávikavist forseta og varaforseta í USA. 46 prosent siga seg vilja hava Trump at halda fram sum forseta og Mike Pence sum varaforseta. Í 15 av týdningarmestu statunum fær Biden stuðul frá 49 prosentum og Trump frá 48 prosentum, so munurin er mestsum burtur, skrivar CNN. Víst verður á, at Joe Biden hevur mist undirtøkuna frá monnum, sum eru millum 35 og 64 ár. Og so hava republikanskir veljarar gjørt av, heldur at velja Donald Trump, enn Joe Biden. Tó eru nógv sum framvegis eru í iva, og tað kann broyta støðuna aftur, skrivar CNN. Kanningin byggir á samrøður við 1.108 fólk. Forsetaval verður í USA 3. november. Hóast tíggju milliónir krónur vórðu latnar í eykajáttan, vórðu 5,6 milliónir krónur meira enn játtað varð latnar í heilsutrygdarveitingum í fjør. Upprunaliga játtanin í fíggjarlógini var 176 milliónir krónur. Men tað var ov lítið. Í oktober komu tíggju milliónir aftrat í eykajáttan. Men heldur ikki tað var nóg mikið. Tá árið var liðugt, vórðu brúktar 5,6 milliónir krónur meira enn játtað varð. Heilsutrygdarveitingar kostaðu 191,6 milliónir krónur í 2019. Upprunaliga játtanin var 176 milliónir. Landsgrannskoðanin hevur fingið at vita frá landsstýrismanninum í heilsumálum, at nakrar kommunulæknaviðtalur eru komnar afturat seinastu árini, ein í september í 2019. Meirútreiðslurnar stava frá heilivági, hjálparráðum, tannviðgerð og fysiurgiska viðgerð, hevur Landsgrannskoðanin fingið at vita úr Heilsumálaráðnum. Tað var sunnudagin í tjóðarparkini Deyðadalinum Death Valley í Kalifornia, tá hitamátarin hjá almennu veðurtænastuni í USA vísti heili 54,4 stig. Metið áðrenn hetta var sett í 1913. Tá vísti hitamátarin 56,6 stig, men serfrøðingar seta spurnartekin við ta mátingina, tí hon samsvarar ikki við aðrar mátingar gjørdar í økinum um somu tíð. Øgiligi hitin í Kalifornia og á vesturstrondini í USA kemur av einari hitabylgju, og hitin fer ikki at lækka aftur fyrr enn í morgin, skrivar BBC. Hitin elvir eisini til trupulleikar við streymveitingini skrivar BBC, tí eitt el veitingarvirki í Kalifornia brendi saman sunnudagin í nógva hitanum. Hetta hevur elvt til planløgd streymslit, tí streymveitaranir megna ikki at nøkta tørvin fyri streymi í økinum í tí nógva hitanum, sum er á leiðini. Í landsskatti komu til dømis slakar 81,3 milliónir krónur meira enn væntað. Partafelagsskatturin gav slakar 12 milliónir meira, men kapitalvinningsskatturin var góðar 22 milliónir minni. Feløgini, sum landið eigur ella eigur í, góvu meira av sær enn væntað í fjør. Landið fekk 23 milliónir krónur í vinningsbýti frá BankNordik fyri sín triðing har, níggju milliónir meira enn væntað. Onnur partafeløg lótu 45 miilliónir krónur í landskassan, 20 milliónir meira enn fíggjarlógin segði. Serliga Føroya Tele gav meira enn væntað í fjør. Meirvirðisgjaldið var 66,8 milliónir størri enn mett í fjør. Avgjald á fiski gav 48,3 milliónir meira, tí uppboðssølurnar góvu meira. Stóra bilasølan sæst eisini aftur í landskassanum, sum fekk 10,5 milliónir krónur meira enn væntað í skrásetingargjaldi. Og vegskatturin gav 6,7 milliónir meira. Loyvisgjaldið frá alivinnuni var 24 milliónir krónur minni enn væntað, tí laksaprísurin var lágur eitt skifti í fjør, hevur Landsgrannskoðanin fingið at vita. Og landskassin fekk ikki eitt oyra frá Tjóðbankanum í fjør, tí Tjóðbankin hevði hall í 2018. Roknað var annars við fimm milliónum krónum frá Tjóðbankanum. Tað sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, sum viðgongur, at tað er ein avbjóðing at finna neyðugu sparingarnar. Tá heimið, sum skal standa í Kvíggjartúni á Argjum, varð boðið út, var lægsta tilboðið 56 milliónir krónur, ella 14 milliónir størri enn kostnaðarmetingin, sum var 42 milliónir krónur Limirnir í Arktisku sendinevndini hjá fólkatinginum, í Uttanríkispolitisku nevndini, Grønlandsnevndini og í Føroyanevndini hava fingið fundarboð. Jeppe Kofod ætlar at geva eina kunning um støðuna viðvíkjandi Arktis, eftir at amerikanski uttanríkisráðharrin, Mike Pompeo, var í Danmark herfyri. Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi, sigur, at hetta hevur stóra ávirkan á inntøkugrundarlagið hjá felagsskapinum og møguleikan at veita hjálp. Ætlanin var so, at politistøðin skuldi vera klár at flyta í tann 1.desember. Men tað verður hon heldur ikki, sigur Michael Boolsen, fúti. Hann sigur, at flutt verður seint í vetur ella tíðliga næsta vár. Orsøkin til seinkingina er, at torført er at fáa handverkarar í hesum koronutíðum. Bygningsstyrelsen hevur sáttmála við danska byggifelagið Ommen og Møller um at umbyggja og gera eina hædd afturat á gamla BankNordik bygningin við Húsagøtu í Havn. Ósemja er millum Flogskiparafelagið og Atlantsflog um setanina av flogskiparum, og Flogskiparafelagið hevur lagt málið fyri Fasta Gerðarrættin. Av politikarunum, sum Útvarpið hevur tosað við, hevur Kristin Michelsen í Sjálvstýri greiðastu støðuna Landið skal ikki leggja seg út í málið, sigur hann. SAS hevur sjálvt lagt eina ætlan fyri, hvussu felagið kann koma ígjøgnum kreppuna. M.a. skal felagið spara 2,8 milliardir krónur tvey tey næstu árini. Ein partur av uppskotinum mælir til, at danski og svenski staturin økja sín ognarpart úr 14 upp í 20 prosent. Og tað eru teir pengarnar, sum ES nú hevur góðkent, at londini nýta til felagið. Danmark skal eftir ætlanini brúka 4,34 milliardir krónur og Svøríki 3,6 milliardir krónur til SAS. Privatir íleggjarar skulu eisini lata SAS pengar, men hvørjir teir eru, verður einki sagt um. SAS varð stovnað í 1946. At byrja við áttu Danmark, Noreg og Svøríki felagið, men Noreg er seinni farið burturúr, og parturin hjá Danmark og Svøríki er minkaður, tí privatir íleggjarar hava sett pening í felagið. Tað boðaði Mette Frederiksen, forsætisráðharri, frá á tíðindafundi í Horsens í dag, har hon legði fram uppskotið hjá stjórnini um eina serliga pensjónsskipan fyri tey, ið hava verið virkin á arbeiðsmarknaðinum í meira 42 ár, og eru niðurslitin. Har er nógv gott. Tað er óført, at ljós verður varpað á ein stóran trupulleika hjá summum av teimum í samfelagnum, ið hava tyngstu og lægst løntu størvini, sigur Pernille Skipper við TV2. Stóri spurningurin er, um hetta er ein rættvís skipan, ella um vit skulu finna ein annan leist at hjálpa teimum, ið er niðurslitin, sigur Morten Østergaard, floksformaður í Radikala Vinstra. Og Kristian Thulesen Dahl, formaður í Danska Fólkaflokkinum, finst eisini at uppskotinum. Hann heldur, at tað fevnir um ov fá fólk, og útgjaldið er eisini ov lítið. Vit hugsa um tey fólkini, ið hava arbeitt í mong ár, og vanliga hava havt tey tyngstu arbeiðini, sigur hann við DR. Kristian Thulesen Dahl leggur afturat, at flokkurin er sinnaður at samráðast við stjórnina um neyðugar broytingar. Danska stjórnin væntar, at umleið 22.000 fólk fara at brúka møguleikan at fara fyrr av arbeiðsmarknaðinum og taka av nýggja pensjónsmøguleikanum í 2022. Tað hevur aftur við sær, at sjúklingar á B7 mugu flytast á aðrar deildir á Landssjúkrahúsinum, ella á hini bæði sjúkrahúsini í landinum. Ein lon til koronusjúklingar verður sett upp á økinum við Landssjúkrahúsið, men ivasamt er, um hon verður liðug 1. september sum ætlað. Týski samveldiskanslarin, Angela Merkel, hevur boðað frá, at nú eru so nógvir tilburðir av koronu í landinum, at neyðugt verður helst at tátta í aftur, fyri at fáa tamarhald á smittuni. Tilburðirnir hava ikki verið so nógvir sum nú síðani í mai, skrivar Politiken. Fríggjadagin og leygardagin vórðu yvir 1400 tilburðir skrásettir, og í gjár skrivaði Focus, at tilburðirnir vóru næstan 1000 í tali. Angela Merkel sigur seg vera illa við av gongdini, men hon sigur seg framvegis vera sannførda um, at tað fer at bera til at steðga smittuni við at breiða seg. Í Evropa breiðir smittan seg skjótt í løtuni, og flest verða smittað í Spania. Í Italia eru 10 tilburðir fyri hvørji 100.000 fólk, í Týsklandi 16, í Bretlandi 19, men í Spania er talið nú 119. Í Svøríki er tittleikin 38 fyri hvørji 100.000 fólk og í Danmark 31. Tað vísir ein uppgerð hjá europeiska stovninum fyri smittuverju. Av tí at myndugleikarnir í Íslandi herða krøvini til tey, sum koma til landið, hevur Atlantic Airways gjørt av fyribils at steðga við at flúgva til Íslands. Frá í morgin skulu øll ferðafólk, sum koma til Íslands í sóttarhald í minsta lagi fimm dagar. Tí er grundarlagið fyri ferðavinnu og harvið eisini flúgvingini millum Føroyar og Íslands burtur. Tí hevur Atlantic Airways gjørt av at steðga allari flúgving millum grannalondini, so leingi kravið um sóttarhald stendur við, sigur felagið. Flogið verður kortini til Íslands fríggjadagin, so ferðafólk, ið ferðast í Føroyum ella í Íslandi, kunnu sleppa heim aftur. Eftir tað verður øll flúgving til Íslands í august avlýst. Støða verður tikin so hvørt, um talan verður um fleiri avlýsingar, og tað fer Atlantsflog at kunngera á heimasíðuni. Ferðandi, sum hava keypt ferðaseðil til Íslands, fáa beinleiðis boð, verður teirra fráferð avlýst. Samstundis hevur Atlantic Airways gjørt av, at serskipaninar, sum fevna um broyting av ferðaseðlum og tilgóðarseðlar uppá alla ferðaseðlaupphæddina, eru longdar og eru galdandi til 31. oktober, boðar felagið frá. Korona er staðfest í hópinum hjá slovakiska meistaraliðnum Slovan Bratislava, sum kom til Føroya í gjár. Í annaðkvøld skuldi liðið spæla móti KÍ í fyrsta undanumfari til Champions League. Farsóttarnevndin hevur viðgjørt støðuna í dag, og tey komu til ta niðurstøðu, at allur hópurin hjá Slovan Bratislava skal av landinum beinaveg ella í sóttarhald í tvær vikur. Pál Weihe, professari í fólkaheilsu, ávarar um at broyta strategi og taka niður verjugarðin, ið er bygdur upp fyri at verja okkum móti koronu. Summi smittaði verða illa fyri, og onnur merkja at kalla einki.Onkur hevur varandi eftirfylgjur, og onnur verða frísk beinanvegin, og læknafakliga ber framvegis ikki til at siga, hví tað er so. Vit vóru við Silju Urbanusardóttir Olsen, Lanu Arnholdsdóttir og Judith Lassen, sum fóru í 1. flokk í nýggja skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík. Kom við á ferð í føroysku fjøllunum og náttúruni saman við Jens Jákupi Hansen, fotografi í Kringvarpinum. Teir ymisku túrarnir eru tiknir upp 1 1. Tað vil siga, at túrurin tekur ta tíðina, tú sært í upptøkunum. Karlamagnusarbreyt var upprunaliga ætlað til vinnuøki, men fíggjarkreppan í 2009 2010 broytti ætlanina til í høvuðsheitum at vera til íbúðabygging. Nú eru meira enn 300 íbúðir komnar við Karlamagnusarbreyt. Nú byggingin við Karlamagnusarbreyt er komin væl ávegis, vísir tað seg, at nógvar avbjóðingar eru í økinum, sigur Tórshavnar kommuna. Býarskipanardeildin og tekniska deild hjá býráðnum hava tí í eina tíð arbeitt við at greina ymisku avbjóðingarnar og høvdu kallað fólk í økinum til fundir fyri at viðgera ymisku avbjóðingarnar og tryggja, at fólk vórðu hoyrd. Men so kom korona, og fundirnir vórðu avlýstir. Í staðin fyri kom ein talgild borgaraluttøka, har bæði fólk í økinum, og onnur kundu gera sínar viðmerkingar. Talgilda borgaraluttøkan var opin í tríggjar vikur, og 233 viðmerkingar komu, 70 frá fólki við Karlamagnusarbreyt, 127 frá fólki í grannalagnum og 70 frá øðrum. Størstu trupulleikarnir við Karlamagnusarbreyt eru vantandi parkering, gøtur og gonguleiðir, ferðslan á Karlamagnusarbreyt og vantandi fríøki. Arbeitt verður í løtuni við at gera heildarætlanina fyri Karlamagnusarbreyt lidna. Hon fer síðani til politiska viðgerð, og er undirtøka fyri henni har, fer hon til almenna hoyring. Umboðið hjá UEFA, sum er í Føroyum í sambandi við Champions League dystin millum KÍ og Slovan Bratislava, fer í dag at avgera, hvussu verður við dystinum, sum er á skránni í kvøld. Ferðalagið úr Slovakia kom til Føroya mánadagin. Seinnapartin í gjár varð staðfest, at ein í ferðalagnum, ein fysioterapeutur, hevur korunusmittuna. UEFA avger í dag, hvussu verður við dystinum, sum skal vera í Klaksvík í kvøld. UEFA hevur sagt, at allir dystir í hesum umfarinum skulu verða spældir í seinasta lagi fríggjadagin 21. august. Um dysturin í Klaksvík ikki verður spældur, avger UEFA, hvat hendir. Og tann avgerðin kemur í dag, sigur formaðurin í KÍ, Tummas Lervig. Í farnu viku dømdi UEFA felagið KF Drita úr Kosovo at tapa ein dyst í Champions League, eftir at allur hópurin mátti í sóttarhald, tí tveir spælarar høvdu fingið koronusmittuna. Joe Biden, fyrrverandi varaforseti í USA, er nú alment tilnevndur forsetavalevni hjá demokratunum. Hann var tilnevndur á landsfundinum hjá flokkinum í nátt, eftir at umboð fyri statirnar høvdu greitt atkvøðu. Koronasmittan ger, at landsfundurin hjá demokratunum verður hildin á netinum, og har eru eisini røður at hoyra, eins og innsløg eru úr øllum pørtum av USA. Koppingarevnið verður eisini roynt í øðrum londum, í Kina, Russlandi, Kili, Argentina og í Saudiarabia, upplýsa pakistansku myndugleikarnir. Vónandi fer royndin at hava við sær, at koppingarevnið verður klárt um tríggjar til fýra mánaðir, sigur Abdul Bari, sum er stjóri á stóra Indus sjúkrahúsinum í Karachi, við AFP. Andstøðuleiðarin í Hvítarusslandi, Svetlana Tikhanovskaja, ætlar at fara heim aftur til Hvítaruslands. Tað siga vinfólk hennara við BBC. Hon hevur heitt á ES um ikki at góðkenna forsetavalið í Hvítarusslandi. Tað gjørdi hon í eini røðu á netinum upp undir fundin, sum stjórnarleiðararnir í ES skulu hava um støðuna í Hvítarusslandi í dag. Fólk í túsundatali hava verið í gøtunum í høvuðstaðnum, Minsk, síðani forsetavalið, og andstøðan hevur mælt til verkfall, sum veksur í vavi hvønn dag. Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur og hvalagranskari, sigur, at tað er ein gáta, hví hvalur svimur á land, men ástøði eru, sigur hann. Slovan Bratislava fær møguleika at manna nýtt lið til Champions League dystin móti KÍ, sum fyribils er útsettur til fríggjakvøldið. Eftir ætlan skuldi dysturin spælast í Klaksvík í kvøld, men tá farsóttarnevndin í gjárkvøldið gjørdi av, at allur hópurin hjá liðnum skal í sóttarhald, tí ein fysioteurapeutur hevði fingið staðfest koronusmittu, gjørdist greitt, at dysturin ikki kundi spælast. Men nú fær felagið møguleikan at manna eitt lið við øðrum leikarum, ið kunnu spæla dystin fríggjakvøldið klokkan 19. Meira verður at frætta í útvarpstíðindunum á middegi. Corona.fo skrivar, at eldraøkini heita á tey vitjandi, um at lata seg kanna fyri koronu við jøvnum millumbili, eisini áðrenn tey koma at vitja aftur fyrstu ferð. Tað er ikki vist, at vit yvirhøvur fáa eina vaksinu fyri koronu, men í løtuni verða fleiri royndir gjørdir á triðja stigi, sum er tann seinasta, áðrenn fólk verður koppsett. Shahin Gaini, serlækni í infeksjónssjúkum, sigur, at tað ganga ið hvussu er nakrir mánaðir, áðrenn eitt nýtt koppingarevni er liðugt ment. Gjái verður umleið 1300 fermetrar, í tveimum hæddum, og stovnurin fer at hýsa fýra barnagarðsstovum og fýra vøggustovum. Harumframt vera inngongd, vesi, garderobur, goymlsurúm og annað. Framman fyri bygningin verður spæliøki. Osbjørn Jacobsen Arkitektar hava teknað stovnin. Øll verkætlanin kostar 54 milliónir krónur, og arbeiðið skal vera liðugt við árslok í 2021. Bæði hvítarussiska andstøðan og fleiri lond í vesturheiminum hava sagt, at tað var svik á forsetavalinum tann 9. august, sum gav sitandi forsetanum, Aleksandir Lokashenko 80 prosent av atkvøðunum. At fáa børn er fyri mong ein tráðan og ein nátúrligur partur av lívinum. Men soleiðis er ikki hjá øllum. Martha Norðbúð Højgaard hevur í trý ár roynt at blivið við barn, tó uttan nakað endiligt úrslit. Tríggjar ferðir hevur Martha Norðbúð Højgaard upplivað at missa. Hóast summi kanska ikki síggja tað sum nakað stórvegis, hevur hetta hvørja ferð verið ein stór sorg hjá 36 ára gomlu Marthu. Ætlanin hjá felagnum er at flúgva spælarar á fyrsta liði, ið ikki vóru við í upprunaliga ferðaliðnum, til Føroyar at spæla dyst. Møguliga verða eisini nakrir ungdómsspælarar við í nýggja hópinum, skrivar felagið. Harumframt fer felagið at royna at loysa teir spælarar, sum longu eru í Føroyum, úr sóttarhaldinum, so at teir fáa spælt fríggjakvøldið. Í viðmerking til heimasíðuna, sigur Ivan Kmotrík, yngri, formaður í felagnum, at hann er fegin um, at UEFA hevur gjørt sítt til, at dysturin verður spældur, hóast lokalir myndugleikar hava roynt at forðað fyri tí. Hetta er ein sera løgin støða, tí sambært mannagongdunum hjá UEFA kunnu vit spæla dystin. Men lokalir myndugleikar royna tað, teir kunna, at steðga dystinum. Vit eru fegnir um, at vit enn hava ein kjans, og fríggjadagin fara vit at stríðast fyri at koma víðari. Vit vænta, at alt fer fram í rætta ítróttarandanum, og at hetta verður avgjørt á vøllinum, sigur formaðurin í felagnum. Sambært formannnum er ætlanin at gera 13 nýggjar spælarar klárar til dystin, men ein roynd eisini verður gjørd at brúka teir spælarar, ið longu eru í Føroyum. Vit hava fylgt mannagongdunum hjá UEFA og hava 18 spælarar í Føroyum, ið eru staðfestir negativir tvær ferðir á rað. Tí royna vit nú at kanna teir eina ferð aftrat, so at teir kunnu loysast úr sóttarhaldi og spæla í dystinum fríggjadagin. Tað fara vit at royna, men vit mugu vera klárir til allar hugsandi støður, og hava tí riggað eitt flogfar til við einum øðrum bólki av spælarum, ið koma úr Bratislava, sigur Ivan Kmotrík, yngri, formaður í Slovan Bratislava. Ein kæra hevur við sær, at ætlanin hjá SEV um at seta seks vindmyllur upp á Eiði, verður broytt, soleiðis at bara fýra vindmyllur verða settar upp fyribils. Kæran um metingina av umhvørvisárini hevur við sær, at arbeiðast kann ikki víðari við upprunaligu ætlanini, og skuldi hon ikki útsetast eitt ár aftrat, varð hildið neyðugt at minka ætlanina niður í fýra myllur, sigur SEV. Kæran snúði seg serliga um staðsetingina av teimum syðstu myllunum, og tí hevur SEV, við góðkenning frá Orku, avgjørt at minka verkætlanina í fyrstu syftu. Umhvørvisstovan hevur góðkent endurskoðaðu verkætlanina við fýra myllum, og søkt er um byggiloyvi til fyribils at seta fýra Enercon myllur upp á Eiði. Høgni við Tutlá hevur eitt ótrúligt loyndarmál. hann kann broytast til eitt dýr. Øll sløg av dýrum, í veruleikanum eina loppu, eina dúgvu, ein nashyrning . Trupulleikin hjá Høgna er, at hetta, at hann broytist til eitt dýr, er als ikki nakað, sum kemur væl við. Hvørja ferð, hann er stúrin, hendir tað, og tað hendir alla staðni. Høgni hevur tríggjar góðar vinir, sum mugu hjálpa honum at klára hesa svakligu nýggju megina og tað skal vera skjótt. Sam Copeland skrivaði og Tórarinn á Rípuni týddi. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2019. Hjálmar Dam lesur. Høgni við Tutlá hevur eitt ótrúligt loyndarmál. hann kann broytast til eitt dýr. Øll sløg av dýrum, í veruleikanum eina loppu, eina dúgvu, ein nashyrning . Trupulleikin hjá Høgna er, at hetta, at hann broytist til eitt dýr, er als ikki nakað, sum kemur væl við. Hvørja ferð, hann er stúrin, hendir tað, og tað hendir alla staðni. Høgni hevur tríggjar góðar vinir, sum mugu hjálpa honum at klára hesa svakligu nýggju megina og tað skal vera skjótt. Sam Copeland skrivaði og Tórarinn á Rípuni týddi. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2019. Hjálmar Dam lesur. Hóast fleiri ferðafólk fóru um flogvøllin í Vágum í juli enn fyrr í vár og summar, eru tey verri enn so so nógv sum í juli í fjør. Teir næmingar úr Vestmanna hava gingið í serflokki í Havn, og tí valdi eg at søkja, um at skúlin kundi hava egnan flokk, sum kann lofta teimum børnum, sum hava avbjóðingar. Tað sigur Marin Bláberg, skúlastjóri í Vestmanna Skúla. Hoyr hana og Maluna Mohr, lærara, greiða frá. Niels Juel fór at starvast í nýstovnaða útvarpinum stutt eftir, at tað var farið at senda í februar 1957, og hann gjørdist alt fyri eitt ein kend útvarpsrødd. Hann las, gjørdi samrøðusendingar og reportasjur, og hann dugdi eisini væl at siga frá ítróttakappingum, ikki minst kappróðri. Niels Juel legði eisini sera stóran dent á at hava eitt livandi og gott føroyskt mál í útvarpsarbeiðnum. Hann legði eisini lunnar undir V4 spælið, sum fyrst og fremst skuldi útvega pening til at byggja útvarpinum nýggj og tíðarhóskandi hús. So væl høvdu lurtararnir tikið undir við V4 spælinum, at inntøkurnar frá V4 kláraðu at fíggja umleið helvtina av tí, sum nýggju útvarpshúsini kostaðu. Í sambandi við 100 ára dagin, hava eftirkomaranir hjá Niels Juel Arge savnað tilfar, sum hann legði úr hondum, bæði sum útvarpsmaður og rithøvundur, á ein talgildan pall. Fjaðrar, innvølir, tóm kloraminíløt og annað frá nátaveiðuni skulu koyrast í plastposar og beinast burtur á góðkendum stað hjá IRF ella KOB. Síðani 1991 hava, sambært landslæknanum, seks fólk í Føroyum havt nátasjúku, eitt í 1991, tvey í 2003, tvey í 2016 og eitt í 2017. Tekstir til sálmarnar finnur tú her src service salmar oldsavn salmar 001 Harra Guð, títt dýra navn og æra 3 1.wav var LoadFile salmar.htm Ein partur av Skansabryggjuni í Havn verður tikin í nýtslu um tríggjar vikur, soleiðis at nýggju, stóru skipini hjá Eimskip kunnu leggja at. Fyrri partur av Skansabryggjuni skuldi vera liðugur 22. oktober, og Jónsvein Lamhauge, havnarmeistari, væntar, at tíðarætlanin fer at halda. Fyrr í hesum árinum viðgjørdi løgtingið eitt uppskot um at broyta stýrisskipanarlógina, soleiðis at heiti á tingfólkum kann verða broytt. Men Bárður Larsen, adjunktur og útbúgvingarleiðari í løgfrøði á Fróðskaparsetrinum, sigur, at tað er ikki neyðugt at broyta stýrisskipanarlógina fyri at gera hesa broytingina. Smápartafelagið Deep C Fishing, sum eigur Borðoyarnes, hevur fingið eitt royndarloyvi eftir kalva í NAFO økinum á Flemish Cap frá Fiskimálaráðnum. Skúlin hevur fingið undaktaksloyvi at byrja, tí kravið um at í minsta lagi 16 næmingar skuldu vera á skúlanum, klárar skúlin ikki at lúka. Heilsumálaráðið hevur gjørt avtalu við smápartafelagið Thetis um at kanna fólk, sum koma til Føroya, fyri Covid 19, hetta til 31. oktober. Heilsumálaráðið hevur eisini skrivað undir sáttmála við Smyril Line um at kanna øll ferðafólk við Norrønu fyri Covid 19 til 31. oktober. Farsóttarnevndin hevur álagt øllum, sum koma til landið, um at lata seg kanna fyri koronu, og løgtingið hevur játtað pening til endamálið. Farsóttarnevndin mælir eisini staðiliga til, at ferðafólk lata seg kanna sætta dagin eftir, at tey eru komin til landið. Henda kanning er ókeypis á kanningarstøðunum hjá sjúkrahúsverkinum. Slovan Bratislava hevur tikið av møguleikanum, og hevur mannað eitt nýtt lið til Champions League dystin móti KÍ seinnapartin í morgin. Og sambært slovakiska miðlinum, sport.sk, er meginparturin av hópinum spælarar á eykaliðnum hjá Slovan Bratislava. Sjey spælarar eru á besta liðnum. Jóannes Erik Køtlum hevur fyrr sitið í leiðsluni fyri heilsuverkið í Grønlandi, Tað var frá 2013 til 2016. Tá var starvsheitið styrelseschef. Nú er starvsheitið stjóri. Jóannes Erik Køtlum var settur sum forstjóri í Sjúkrahúsverki Føroya í januar 2018, men hann segði seg úr starvinum longu í mars árið eftir. Grønlendska heilsustýrið sigur sambært Sermitsiaq, at Jóannes Erik Køtlum skal stýra grønlendska heilsuverkið gjøgnum koronukreppuna og menna tænastur, har sjúklingurin er fremstur í huga. 27 ára gamla Kirstin Helena Hansen hevur stríðst við etingarólag í 12 ár. Til tíðir hevur hon vigað 39 kilo, sum eisini hevur havt við sær, at hon hevur havt nógv álvarslig hjáárin sálar og kropsliga. Etingarólag kemst ofta av at ein upplivir ógvusliga mótgongd í lívinum, sum ein ikki hevur tamarhald á.Tískil gerst tamarhald á mati ein troyst fyri tann, tað rakar. Hetta var eisini galdandi hjá Kirstini Helenu Hansen, tá etingarólagið byrjaði. Í fyrstu atløgu var talan um ein sokallaðan slankikur , sum síðani gjørdi hana álvarsliga sjúka. Kirstin hevur í fleiri umførum verið innløgd á sjúkrahúsinum. Einaferð var Kirstin so mikið illa fyri, at tað stóð um lív. Í dag hevur Kirstin Helena Hansen tað munandi betri. Tó er hon tilvitað um, at henni enn tørvar hjálp. Tískil arbeiðir hon miðvíst við at halda sína sálar og kropsligu heilsu við líka. Føroysku peningastovnarnir fara nú at viðgera spurningin, um teir skulu fáa skipanina MobilePay at virka í Føroyum. Hetta er ein skipan, har tað millum annað ber til við eini app at flyta pening í staðin fyri at brúka netbanka. Í gjár kunngjørdi Grønlandsbankin, at MobilePay skipanin nú kann brúkast í Grønlandi. Skipanin riggar eisini hjá kundunum hjá BankNordik í Grønlandi. Árni Ellefsen, stjóri í BankNordik og formaður í felagnum Peningastovnar, sigur, at felagið viðgjørdi spurningin fyri trimum ella fýra árum síðani, men tá varð mett, at tað fór at kosta ov nógv samanborið við nyttuvirðið. sum fekst burtur úr skipanini. Tele Post í Grønlandi, har føroyingurin, Kristian Reinert Davidsen, er stjóri, hevur verið við til at funnið loysnir, so tað ber til at nýta skipanina í Grønlandi. Síðani smittan fyrstu ferð varð staðfest í Føroyum í vár, hava 383 tilburðir verið. 274 fólk eru vorðin frísk aftur, og í løtuni hava 109 smittuna. Trupulleikarnir hópa seg upp í nýggja býlinginum við Karlamagnusarbreyt í Hoyvík. Bygt er alt ov tætt og uttan atlit til ferðslu og trivnað. Íbúgvar hava í áravís gjørt vart við støðuna, men til fánýtis. 76 ára gamli Absalon Matras av Norðoyri hevur í 30 ár savnað klæðir og annað inn til neyðstødd í Rumenia. Men nú steðgar hann við arbeiðnum í Rumenia. Aldur og heilsa er ikki hvat hon hevur verið. Uppsagnirnar og setanirnar av flogskiparunum hjá Atlantsflogi enda nú á borðinum hjá evropeiska fagfelagnum hjá flogskiparum. Meðan øll onnur flogfeløg hava samráðst seg til avtalur, hevur Atlantsflog trýst og útnyttað starvsfólkini, sigur forkvinnan í danska flogvinnufelagnum, FPU. Stjórin í Atlantsflogi vísir atfinningunum hjá danska felagnum fyri flogfólk aftur. Samstundis ávarar hon ímóti, at fakfeløg skulu gera av, hvør verður settur í starv í einum flogfelag. Kom við á ferð í føroysku fjøllunum og náttúruni saman við Jens Jákupi Hansen, fotografi í Kringvarpinum. Teir ymisku túrarnir eru tiknir upp 1 1. Tað vil siga, at túrurin tekur ta tíðina, tú sært í upptøkunum. Landsstýrið ætlar í seinasta lagi 31.desember næsta ár at stovna eitt sjálvstøðugt interkommunalt lutafelag, sum skal hava loyvi til netvirksemi, tað loyvið, sum Sev hevur nú. Sambært tí, sum landsstýrið ætlar, skulu nevndarlimir og leiðsla í netfelagnum ikki samstundis hava sæti í nevnd ella stjórn hjá elframleiðslufelagi ella øðrum felagi, sum hevur vinnulig áhugamál á elveitingarøkinum. Í fundarboðunum til fundin fyrrapartin, skrivar Kommunufelagið, at landsstýrismaðurin, Helgi Abrahamsen, av sínum eintingum hevur fyrireikað lógaruppskot uttan um kommunurnar. Á fundinum í dag fer Dennis Holm, formaður í Kommunufelagnum, at spyrja, um kommunurnar skulu góðtaka, at fyrireikandi arbeiði at sundurskilja Sev verður gjørt uttan um kommunurnar. Foreldur hava gramt seg um, at nógv børn ikki fáa hjálp eftir Karlstad skipanini, og at tey fáu, sum fáa hjálp, fáa ov fáar tímar. Jenis av Rana sigur, at fundur var 8.juli, har hann og aðalstjórin hittu umboð fyri Sernám, Javna, Autismufelagið og foreldrabólkin hjá børnum, sum hava Down syndrom. Tað sigur Brúkaraumboðið, sum hevur mint skeiðsfyritøkuna Synergi á, at fyritøkan skal upplýsa endaliga prísin, bæði í lýsingum og á heimasíðuni. Fólk skulu síggja fullfíggjaðan prís, endaligan prís, fyrstu ferð, tey síggja prísin, sigur Rannvá Signhild Ragnarsdóttir, stjóri í Brúkaraumboðnum. Tað er fyrstu ferð, at føroyingar ikki eru í meiriluta millum ferðafólkini, sum koma til Føroya við flogfari, upplýsir Vága floghavn. Men fram til 10.mars, tá korona rakti flogferðsluna, var framgongdin 10,5 prosent, so tá vóru útlit fyri, at ferðafólkatalið, sum var 424.281 í fjør, aftur setti met í ár. Felagið JKS Impex hevur gjørt sáttmála við felagið Ruth í Hirtshals um at keypa nótaskipið Ruth. Gullak Madsen í Hirtshals eigur felagið Ruth. JKS Impex hevur søkt um kvotu til vinnuligar royndir og verkætlanir, sum verða latnar í næstum. Sum skilst, er ætlanin at nýta Ruth til hesa veiðu. Tað eru vinnulívsfólk í Havn og Vágum, sum standa aftan fyri verkætlanina. Kringvarpið hevur verið í sambandi við Sámal Jákup Sakarisson í Hoyvík, sum er stjóri í JKS Impex, men hann vil fyribils ikki siga meira um verkætlanina. Umframt vinnuligar royndir og verkætlanir hevur JKS Impex fingið treytaða tilsøgn um royndarloyvi eftir reyðæti frá Fiskimálaráðnum. Hetta er eitt loyvi, sum gevur teimum møguleika at fiska 20.000 25.000 tons av reyðæti um árið. Tilsøgnin at veiða reyðæti er frá 15. august fram til 31. januar. Talan er um royndarfiskiskap í trý ár, galdandi frá 1. august í ár, um allar treytir annars eru loknar, sambært umsókn og kunngerð og viðmælinum frá Havstovuni. Loyvið skal tó endurnýggjast á hvørjum ári. Fýra aðrir umsøkjarar hava eisini fingið tilsøgn um royndarloyvi eftir reyðæti. Teir eru eru Árni M. Dam saman við Meinhardi Jacobsen, Sp f Mót við Heina Martin Niclasen og øðrum, Pf. Næraberg við Hanusi Hansen og Sp f Ocean við John Bergi Park. Áðrenn endaligt loyvi verður útskrivað, skulu umsøkjararnir senda inn dagførda umsókn við neyvari upplýsingum um serstakliga, hvørjum skipi royndirnar verða gjørdar við víðari hagreiðing umborð og í landi og nær ætlanin er at byrja. Slovan Bratislava sendi eitt nýtt lið til Føroya í gjár, eftir at ein í upprunaliga hópinum hjá felagnum fekk staðfest koronu, tá liðið kom til Føroya. Ætlanin var, at nýggja liðið, sum kom í Vágar um middagsleitið í gjár, skuldi venja í Klaksvík í gjárkvøldið, men liðið møtti ikki. Sum yngri var hann virkin í føroysku beatbólkunum Cream Crackers og Jacta est Alea. Fyrst í 70 árunum komu slóðbrótandi EP útgávurnar Bláa húsið og aðrir sangir og Mitt í eini meining . Kári og Per Debess mannaðu duettina Debess og Petersen , sum við fleiri nýgjørdum sangum á føroyskum skrivaðu seg inn í føroyska tónleikasøgu. Høvuðsverkini hjá Kára eru LP útgávurnar Vælferðarvísur 1978 og Hinumegin ringvegin 1991 . Hesar útgávur eru týðandi klípi í føroyskari tónlist. Á útgávuni Vælferðarvísur finna vit sangin Súrligar nætur í Keypmannahavn . Henda tíðarleysa lýsingin av útisetalívinum í danska høvuðsstaðnum rakar plett í hjartað á mongum føroyingi tann dag í dag. Tá ið Kári var biðin at framføra ein sang saman við Eivør og Teiti á stóru stuðulskonsertini til frama fyri tey neyðstøddu eftir Flóðalduvanlukkuna í Fjareystri í desember 2004, vildu tey sleppa at syngja og spæla henda sangin saman við tónaskaldinum. Men í Heilsutrygd siga tey, at hetta er eitt bruttotal, tí tær nógvu koronuávísingarnar hava gjørt, at kommunulæknarnir hava ikki fingið gjørt ymiskt annað, sum teir fáa pengar fyri. Tá læknavaktin 1870 skrivaði ávísingar, fekk tann, sum skrivaði tær, ikki hesar 145 krónurnar, men tímaløn, sigur Egil á Bø, stjóri í Heilsutrygd. Viðareiði liggur opið fyri havinum eins og Svínoyar bygd og nógvur fuglur vitjar hesi plássini. Nógvur fuglur er eisini skrásettur á hesum plássum. Vit vitja á Helluni, við Spónhyljar og eysturi á Heiðum saman við Silasi Olofson. Formansskapurin í løgtinginum umrøddi á fundi í morgun spurningin, um tað ber til at broyta heiti á tingfólkum, uttan at broyta stýrisskipanarlógina. Í vár løgdu tingkvinnurnar, Ingilín D. Strøm fyri Javnaðarflokktin og Hervør Pálsdóttir fyri Tjóveldi, eitt uppskot fyri tingið um at broyta styrisskipanarlógina, so allir tinglimir ikki skulu eita tingmenn. Men tað er als ikki neyðugt at broyta stýrisskipanarlógina fyri at broyta heitið á tinglimum, segði Bárður Larsen, adjunktur í lóg, og útbúgvingarleiðari á Fróðskaparsetrinum, við útvarpið mikudagin. Reyðæti kann gerast ein nýggjur og týðandi fiskiskapur við Føroyar. Men tað ber ikki til at siga nakað enn, um føroyskir sjómenn og reiðarar fara at gerast ríkir av reyðæti, heldur Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni. Fimm umsøkjarar hava fingið treytaða tilsøgn um royndarloyvi eftir reyðæti. Hetta er loyvi, sum gevur hvørjum av teimum møguleika at fiska 20.000 25.000 tons av reyðæti um árið. Tilsøgnin at veiða reyðæti er frá 15. august til 31. januar. Talan er um royndarfiskiskap í trý ár, galdandi frá 1. august í ár, um allar treytir annars eru loknar. Tilburðurin bleiv staðfestur í gjár, tá ið eitt ferðalag úr Bratislava kom til Føroya, upplýsir Michael Boolsen, formaður í farsóttarnevndini, í tíðindaskrivi. KÍ bíðar nú eftir, hvørja støðu UEFA kemur til, eftir at farsóttarnevndin eisini staðfesti ein koronutilburð í ferðalagnum hjá Slovan Bratislava, sum kom til landið í gjár. Niðurstøðan er, at kommunurnar góðtaka ikki, at arbeiðið at liða SEV sundur verður gjørt í loyndum uttan um serfrøðina, sum SEV hevur bygt upp í 75 ár. Kommunurnar krevja, at serfrøðin hjá SEV sleppur at vera við í arbeiðnum at lýsa og greina avleiðingarnar, sum uppskotið hjá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni, fær fyri samfelagið. ES nevndin hevur gjørt avtalu við heilivágsfyritøkuna AstraZeneca, ið tryggjar ES londunum 300 milliónir eindir av einum koppingarevni fyri Covid 19, sum fyritøkan er í holt við at menna. Danski heilsumálaráðharrin hevur upplýst, at Danmark hevur tryggjað sær koppingarevni til umleið 2,4 milliónir danir, umframt til føroyingar og grønlendingar. Men hvussu nógv koppingarevni er sett av til føroyingar, er óvist enn, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum. Nær er ein málningur góður Og hvat er eitt gott listaverk, og krevst nakað fyri at kunna meta um tað Hesir spurningarnar spyrja vit Kinnu Poulsen, sum hevur ummælt list og skipað fyri listaframsýningum í eina fjórðings øld. Kinna Poulsen vil vera við, at tað verður gjørt ov lítið við myndlistina í skúlunum, og tískil er tilvitanin um góða myndlist ikki nóg góð. Hann sigur, at tað er trupult at ímynda sær, at til dømis Real Madrid ella Liverpool ikki sluppu at spæla ein Champions League dyst, tí at teir fingu staðfest eina positiva korona kanning í starvshópinum. Ástaðarfunur var í Mykinesi í dag. Yvirfriðingarnevndin hevur skoðað umstøðurnar úti í Lamba og skal nú taka støðu til, um lundalandið skal friðast heilt. Umframt Yvirfriðingarnevndina vóru eisini umboð fyri Umhvørvisstovuna, Fróðkaparsetur Føroya, Tjóðsvnið, Føroya Fuglafrøðifelag, Visit Faroe Islands og bóndan, ið eigur hagan. Tað var seinnapartin í dag, at fútin kom við boðunum um, at eisini seinna liðið hjá slovakum var sett í sóttarhald, tí eisini á tí liðnum var ein persónur við koronu. Jørgen Niclasen sigur, at Strandfaraskip landsins upplýsa, at umhugsað verður at økja tænastuna á leiðunum 300 og 400 og møguliga gera eina snarleið til flogvøllin, tá Eysturoyartunnilin er liðugur. Jørgen Niclasen sigur eisini, at ferðslan á landsvegnum við Sørvágsvatn ella Leitisvatn er vaksin okkurt um 40 prosent frá 2010 til 2019. Kunngerðin fer á nýggjárinum at siga, at er inntøkan millum 50.000 og 55.000 krónur, skulu pensjónistar rinda 48 krónur um tíman fyri heimahjálp. Freistin at kæra avgerðina hjá Umhvørvisstovuni um góðkenningarnar, sum Magn hevur fingið til myllurnar í Flatnahaga, er til 18. september. Og øvugt, so eru tað fleiri fakliga veikir lærarar, sum undirvísa á teimum skúlunum, har tað eru nógv børn við ressoursuveikari bakrund. Seinna hálvár verður nýggja arktiska stategiin hjá danska ríkinum fyri árini 2021 til 2030 gjørd liðug. Hon verður kunngjørd fyrst í 2021. Men í dag byrja allar vaksnamannadeildirnar aftur, og leygardagin 29.august byrja kappingarnar í barnadeildunum og ungdómsdeildunum aftur. Tað er framvegis óvist, um tað verður KÍ ella Slovan Bratislava, ið fer víðari í evropeisku meistarakappingini, Champions League. Eyðstein Poulsen er 44 ár, føddur og uppvaksin í Klaksvík, har hann býr við konu síni og trimum synum. Dagliga starvast hann sum lærari á Skúlatrøð, men í Klaksvík munnu tey flestu kenna hann best sum reiðara á frysti línu og garna skipinum got. Eyðstein er eisini ein av fyriskiparunum av Sjómannadøgum, sum eftir ætlan skuldu vera í Klaksvík hetta vikuskiftið, men vóru avlýstir vegna Covid 19 smittuvanda. Eyðfinn Jensen er vertur í Brunsj. Verður gongdin tann sama, ella versnar, so fara nógv fleiri at merkja fátækradømið av álvara. 100 milliónir fólk kunnu enda í ógvusligum fátækradømi, sigur stjórin í Heimsbankanum. G 20 londini hava longu samtykt at úseta lánini hjá teimum londunum sum eru ringast fyri, árið út, og fleiri lond siga seg verða sinnað at leingja avtaluna í 2021, men tað er ikki nóg mikið, sigur Malpass. Kreppan hevur við sær, at fátæku londini hava nóg mikið at hugsa um fyri at hjálpa fólkinum sum frægast, og tí hava tey ikki pengar til annað, sigur Malpass. Heimsbankin metti í juni, at heimsbúskpaurin stendur fyri størsta hóttafalli í 150 ár, tí talið av londum, har búskapurin minkar, hevur ikki verið hægri síðani í 1870, ella í 150 ár, skrivar NTB. Aftur í hesi vikuni hava ES og Bretland samráðst um brexit, og sambært samráðingarleiðaranum hjá ES, kom einki burturúr, og hann heldur, at tað gongur afturá við samráðingunum. Hann sigur seg ivast í, um tað fer at bera til at fáa nakra avtalu. Sum støðan er, gongur ongan veg, og eg dugi ikki at síggja, at nøkur avtala fæst í lag, segði samráðingarleiðarin hjá ES, Michel Barnier, tá partarnir fóru hvør til sítt fríggjadagin. Nú eru bert góðir fýra mánaðir til bretar endaliga fara úr ES, og enn veit eingin, hvussu viðurskiftini vera ímillum Bruxelles og London eftir tað, skrivar Ritzau. Bretski samráðingarleiðarin, David Frost, skuldsetur ES fyri at forða fyri loysnum, tí ES tvíheldur um, at ein semja má finnast um fiskivinnuna, áðrenn onnur viðurskifti verða umrødd. Fyrstu seks mánaðirnar doyðu næstan 52.000 fólk í Svøríki, og tað er hægsta talið síðani í 1869 tá 55.431 fólk doyðu, tey flestu av hungursneyð. Koronakreppan hevur gjørt við sær, at fyrstu seks mánaðirnar vaks fólkatalið í Svøríki við 24.800 fólkum, og tað er lægsti vøkstur síðani í 2005. Verða juli og august tiknir við, so eru 5.800 fólk í Svøríki deyð av korona, og tað er nógv hægri enn í hinum norðurlondunum, sum settu strong tiltøk í verk, fyri at basa koronasmittuni. Tað er eydnast granskarum hjá Bakkafrosti at finna fram til genini í lívfiskinum, sum kunnu verja føroyska laksin ímóti fleiri sjúkum, og harvið gera hann sterkari. Rættingar eru gjørdar í samlaða talinum av staðfestum tilburðum. Tríggir staðfestir tilburðir frá 18. august eru greinaðir umaftur, og hesir eru nú at rokna sum negativir. Tí minkar samlaða talið av staðfestum tilburðum í Føroyum við trimum. Tilsamans hava tí 381 fólk fingið staðfest koronusmittuna í Føroyum. 326 av teimum, sum hava fingið staðfest smittuna, eru staðfest frísk aftur, og sostatt eru 55 persónar smittaðir í løtuni. Sálmar 336 Kom, sannleiks andi, vitni ber 469 Vilt tú, sál mín, hava ró 486 Hjá Jesusi eg søki frið 490 Mín Immanuel, mín Guð Patrick Conway de Neergaard prestur prædikar. H kan Ericson, landsliðsvenjarin hjá føroyska fótbóltslandsliðnum við monnum, fer fyrrapartin at kunngera, hvørjir spælarar vera í hópinum, sum skal spæla Nations League dystirnar móti Malta og Andorra í næstum. Føroyar taka ímóti Malta á Tórsvølli 3. september, og tríggjar dagar seinni skal landsliðið á vitjan hjá Andorra. U21 landsliðsvenjarin, Sámal Erik Hentze, fer eisini at kunngera, hvørjir spælarir vera í hópinum, sum skal spæla EM undankappingardystirnar móti Ísrael og Norðurmakedónia, sum verða á Svangaskarði 2. og 8. september. Fleiri nýggj andlit eru í fyrsta landsliðshópinum, sum H kan Ericson kunngjørdi fyrrapartin. HB spælararnir, Daniel Johansen og Dan í Soylu, eru báðir við í landsliðshópinum, sum skal spæla á Tórsvølli móti Malta 3. september og á útivølli móti Andorra 6. september. Adrian Justinussen er eisini úttikin, hóast hann hevur verið leingi úti við skaða í fótinum. Gilli Rólantsson úr Brann er ikki við hesa ferð, eftir at hann fekk staðfest koronusmittuna fyri kortum, og Jóan Símun Edmundsson hevur boðað venjaranum frá, at hann ikki er í nøktandi dystarvenjing enn. Hópurin Málverjar Gunnar Nielsen, FH Hafnarfjørður Teitur M. Gestsson, HB Tórður Thomsen, NSÍ Verjuleikarar Jóannes K. Danielsen, KÍ Ren Shaki Joensen, HB Viljormur Davidsen, Vejle Daniel Johansen, HB Rógvi Baldvinsson, Bryne BK Heini Vatnsdal, KÍ Heðin Hansen, HB Sonni Ragnar Nattestad, B36 Odmar Færø, KÍ Miðvallarar framherjar Jóannes Bjartalíð, KÍ Meinhard Olsen, GAIS Adrian Justinussen, HB Kaj Leo í Bartalsstovu, Valur Sølvi Vatnhamar, Víkingur Brandur H. Olsen, Helsingborgs Hallur Hansson, AC Horsens Dan í Soylu, HB Gunnar Vatnhamar, Víkingur Klæmint A. Olsen, NSÍ Andreas Lava Olsen, Víkingur Karin Kjølbro, Poulina Slættanes og Súsanna Tórgarð vitja morgunsendingina og siga eitt sindur um tað at vera klummuhøvundur. Tær tríggjar taka sær av klummuni í Dimmalætting. Men hvat er ein klumma, og hvat ger hana serstaka í mun til tíðindagreinir ella lesarabrøv Í Góðan morgun Føroyum í morgun hoyrdu vit um ein áhugaverdan urtagarð í Hoyvík. Hann er umleið 100 ára gamal, men í mong ár hevur yvirvaksið spanskt hindber krógvað garðin, so fólk ikki hava lagt hann til merkis. Nú er hann endurreistur og tilsamans 120 sløg av føroyskum plantum prýða hann. Tjóðsavnið vil fegið varpa ljós á føroyskan vøkstur, sigur Herleif Hammer, stjóri. Og bæði Annleyg Patursson, gartnari, sum hevur sniðgivið og gróðursett planturnar, og Ólavur Reinert, sum hevur staðið fyri lendisarbeiðnum, halda, at hetta hevur verið serliga spennandi at arbeitt við. Daniel Johansen, Dan í Soylu og Heðin Hansen úr HB eru við í føroyska A landsliðshópinum fyri fyrstu ferð. Tað varð greitt fyrrapartin, tá H kan Ericson, landsliðsvenjari, kunngjørdi sín fyrsta landsliðshóp. Eisini Adrian Justinussen, Teitur Gestsson og Ren Shaki Joensen úr HB eru millum teir 23 spælararnar, sum skulu spæla dystirnar móti Malta og Andorra fyrst í september. Jóan Símun og Gilli ikki við Jóan Símun Edmundsson og Gilli Rólantsson eru ikki við í hópinum hesa ferð. Fremherjin úr Arminia Bielefeld hevur boðað landsliðsvenjaranum frá, at hann ikki er í nøktandi dystarvenjing í løtuni, meðan Gilli Rólantsson úr Brann fekk staðfest koronuvirusið um miðjan august. Andreas Lava Olsen við aftur Framherjin hjá Víkingi, Andreas Lava Olsen, hevur aftur eitt sindur óvæntað fingið boð til landsliðið. H kan Ericson sigur, at eingin annar hevur eginleikarnar hjá Andreasi, rástyrkið og skjótleikan, og tí er hann tikin út, hóast hann ikki er fastur maður í byrjanaruppstillingini hjá Víkingi. Hópurin Málverjar Gunnar Nielsen, FH Hafnarfjørður Teitur M. Gestsson, HB Tórður Thomsen, NSÍ Verjuleikarar Jóannes K. Danielsen, KÍ Ren Shaki Joensen, HB Viljormur Davidsen, Vejle Daniel Johansen, HB Rógvi Baldvinsson, Bryne BK Heini Vatnsdal, KÍ Heðin Hansen, HB Sonni Ragnar Nattestad, B36 Odmar Færø, KÍ Miðvallarar framherjar Jóannes Bjartalíð, KÍ Meinhard Olsen, GAIS Adrian Justinussen, HB Kaj Leo í Bartalsstovu, Valur Sølvi Vatnhamar, Víkingur Brandur H. Olsen, Helsingborgs Hallur Hansson, AC Horsens Dan í Soylu, HB Gunnar Vatnhamar, Víkingur Klæmint A. Olsen, NSÍ Andreas Lava Olsen, Víkingur Nýggi U21 landsliðsvenjarin, Sámal Erik Hentze úttók fyrrapartin hópin til EM undankappingardystirnar móti Ísrael og Norðurmakedónia, sum verða spældir á Svangaskarði 2. og 8. september. Hópurin Rói Mørk Hentze, B36 Rói Zachariassen, EB Streymur Hanus Sørensen, FC Midtjylland Danmark Ari Olsen, Víkingur Bjarni Petersen, B36 Mads Mikkelsen, HB Samuel Johansen Chukwudi, HB Ólavur Niclasen, KÍ Andri Benjaminsen, B68 Magnus Holm Jacobsen, B36 Hugin Samuelsen, B36 Mórits Heini Mortensen, NSÍ Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ Lukas Giessing, AB Danmark Jonn Johannesen, KÍ Stefan Radosavljevic, B36 Petur Knudsen, NSÍ Hannes Agnarsson, B36 Pætur Petersen, HB Steffan Løkin, NSÍ Ferðafólk og starvsfólk eru kunnaði um tilburðirnar og biðin um at vísa serliga ans fyri sjúkraeyðkennum næstu dagarnar, og lata seg kanna um, um tey hava illgruna um, at tey eru smittaði. 29 nýggir smittutilburðir eru staðfestir umborð á russkiskum trolaranum Yantarnyy, sum í gjár kom á Kollafjørð. Heilsustøðan hjá tveimum teirra var so mikið vánalig, at teir blivu fluttir á sjúkrahúsi í gjárkvøldið. Talan er um sama trolara, sum eisini lá við bryggju við Ánirnar í juli, og sum tá noktaði myndugleikunum at kanna manningina fyri korona. Men hesaferð settu umboðsmaðurin fyri skipið seg í samband við føroyskar myndugleikar, áðrenn skipið legði at landi, upplýsir Michael Boolsen, fúti. Kreppuráðið skal á fund um hvat skal gerast við skipið og manningina í dag, men við útvarpið á middegi segði Lars Fodgaard Møller, at hann mælir til, at manningin verður flutt aftur til Russlands. Í alt 410 persónar hava nú fingið staðfest Korona í Føroum. Fimm persónar eru í løtuni innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við coronasmittuna tvey liggja á intensivu deild. Tað var ein feilur í koronaroyndunum, sum førdi til, at landslæknin í tíðindaseningini hósdagin 20. august ávaraði um, at tamarhald ikki var á koronasmittuni í Føroyum. Tað gjørdi hann eftir, at tríggir tilburðir vóru staðfestir, har tað ikki bar til at vísa á, hvar tey smittaðu høvdu fingið smittuna. Eftir at hava tosað við tey, sum høvdu fingið staðfest smittuna fekk landslæknin illgruna um, at okkurt var galið við royndunum. Tá tey vórðu kannaði av nýggjum vísti tað seg, at tríggjar royndir vóru falskt positivar. Tað upplýsir Lars Fodgaard Møller, landslækni, aftaná at hagtølini blivu rættaði leygardagin. Støðan er ein onnur, nú júst hesar royndirnar vístu seg ikki at vera positivar, og landslæknin metir nú at tamarhald er á smittuni. Hann ásannar, at tað er óheppið, at frísk fólk verða testaði positiv og sett í sóttarhald, men vísir á, at hetta má gerast, tá ein roynd er positiv. Sambært Lars Fodgaard Møller er hetta ikki fyrstu ferð, at ein roynd er falskt positiv. Fyri at fyribyrgja endurtøku er ein nýggj mannagongd sett í verk. Tað er kortini ikki nakað grundarlag fyri at halda, at fleiri feilir eru gjørdir, heldur landslæknin. Góða kappingarárið hjá HB sæst aftur í fyrstu landsliðsúttøkuni hjá H kani Ericson. Sviin hevur nevniliga tikið seks spælarar frá oddaliðnum út til landsliðið, sum skal spæla ímóti Malta og Andorra fyrst í september. Teitur Gestsson, Ren Shaki Joensen og Adrian Justinussen, sum nú er klárur aftur eftir drúgvan fótskaða, eru allir í hópinum. Harafturat fáa Heðin Hansen, Dan í Soylu og vinstri bakkurin, Daniel Johansen, løn fyri góða kappingarárið, sum teir hava havt higartil. Í 2005 gjørdi Sjónvarpið eina røð í fimm pørtum um villblómuvøksturin í Føroyum. Vit fara úr fjøruni og niðan á hægsta fjallatind. Anna Maria Fossá, plantufrøðingur, sála, greiðir frá um tær ymisku blómurnar. Vit byrja niðri við sjóvarmálan og enda uppi á Slættaratindi. Fyrsta sendingin er um fjøruplantur, har greitt verður frá sermerkta vøkstrinum niðri við sjóvarklettin og sjáldsomu planturnar, sum vaksa á mølheyggjunum á Sandi. Ikki er vanligt at síggja føroyingar sveima í flogskíggja millum føroysku fjøllini. Men nú sær út til, at hetta fer at gerast alt vanligari góðu summarkvøldini, tá lotið er hitt rætta. Nakrir menn í Havn og úr Vágum hava roynt hesa flúgving og eru sjálvlærdir. Fríðunn Steinberg úr Klaksvík hevur sveimað rættiliga nógv í Grønlandi, og hon hevur tikið prógv í hesari flúgving. Í sendingini skulu vit síggja fleiri fólk í flogskíggja sveima í summarlotinum oman fyri Syðradal á Streymoynni og oman fyri Klaksvíkina. Fyri góðari viku síðani vórðu tríggjar bjargalínur lagdar lidnar úti í Skúvoy av kenda danska snørismakaranum Ole Magnus. Vit fylgja hesum arbeiði, sum er hitt seinasta av hesum salg í heiminum. At sveima millum loft og hav er ein sonn avbjóðing bæði í bjargalínu og í flogskíggja. Sendingin er frá 2005. Onnur sending av røðini um villblóðmur í Føroyum snýr seg um vøksturin fram við áarbakkanum og fram við vøtnunum. Vit ganga framvið Hoydalsá og vitja Gróthúsvatn í Sandoynni. Í gjáunum finna vit stórvaksnan gróður, ið er rættiliga órørdur og sum kann sigast at vera tann mest upprunaligi vøksturin, vit eiga. Vit fara í hesum fimm sendingunum at síggja eini 80 ymisk sløg av føroyskum villblómum. Í sambandi við hesar sendingarnar er eisini ætlanin, at hyggjararnir skulu fáa høvi at atkvøða um, hvør blóma skal gerast føroyska tjóðarblóman. Í fimtu sending fara vit upp í hæddirnar og skulu síggja, hvussu okkara fjallavøkstur sær út. Vit eru millum annað uppi á Slættaratindi. Vit fara í hesum fimm sendingunum at síggja eini 80 ymisk sløg av føroyskum villblómum. Í sambandi við hesar sendingarnar varð skipað fyri hyggjaraatkvøðu um, hvør blóma skuldi verða føroyska tjóðarblóman. Sóljan vann kappingina og varð føroysk tjóðarbóma. Í fjórðu sending skulu vit hoyra um okkara lyngheiðar, og vit vitja millum annað Toftavatn, har vit hava eitt av okkara størstu lyngøkjum. Vit fara í hesum fimm sendingunum at síggja eini 80 ymisk sløg av føroyskum villblómum. Í sambandi við røðina varð skipa fyri hyggjara atkvøðu, um hvør blóma skuldi verða føroyska tjóðarblóman. Sóljan vann kappingina sum føroyska tjóðarblóman. Í triðju sending eru vit í einari gjógv, men vit skulu eisini síggja og hoyra um tað, sum veksur í bønum og framvið gøturnar. Vit fara í hesum fimm sendingunum at síggja eini 80 ymisk sløg av føroyskum villblómum. Landssjúkrahúsið hevur avmarkaða orku, og ætlanin er at flyta russisku sjómenninir, sum eru innlagdir og í respiratori til Danmarkar. Eins og aðra staðni er føroyska sjúkrahúsverkið avmarkað, og ein skip sum russiska Yantarnyy við 77 umborð 27 smittaðum er nokk til at stressa føroyska heilsuverki, sigur Tummas í Garði. Arbeitt verður við at flyta tveir av russisku sjómonnunum, sum eru illa sjúkir og í respiratori til Danmarkar. KÍ er víðari í Champions League uttan dyst. Spurningurin um KÍ slapp víðari í Champions League hevur hingið í luftini síðan fríggjadagin, men tá avtornaði vann KÍ dystin á pappírinum 3 0. Ein góður triðingur av manningini umborð á russiska trolarinum, Yantarnyy, eru smittaðir við koronu. Talan er um 29 manns, ið hava fingið staðfest smittuna. Tveir av teimum eru fluttir á landssjúkrahúsið og liggja í løtuni í respirator. Russiski trolarin, Yantarnyy, legði at bryggju í gjárkvøldið í Kollafirði. Men áðrenn trolarin legði at, vóru føroyskir myndugleikarnir kunnaðir um, at tveir av manningingi høvdu sjúkutekin, og tí varð øll manningin kannað fyri koronu. Tær nýtist ikki at hava eitt fátækari lív, um tú velur at lata vera við at fylgja streyminum, og hugsa um umhvørvið heldur enn at eiga tað nýggjasta nýggja, og tú kanst gera ein mun, um tú velur at deila ta vitan tú hevur, við onnur. Í hesari sending tosa vit við Gunnhild Dahl Niclasen og Martin Andreas Kruse, sum halda grønu kósina á hvør sín hátt Sendingin er eitt gott bland av nýggjum og gomlum. Nógvur spika hamrandi feitur tónleikur við tónleikanøvnum, sum tit kanska ongantíð hava hoyrt um fyrr, eitt nú Katheleen Edwards, My Morning Jacket, Ness Nite, This is the Kit og øðrum. Dystir uttan áskoðarar og avlýstar framsýningar hava havt við sær, at fíggjarstøðan hjá nógvum ítróttarfeløgum er verri enn hon plagar hesa ársins tíð, og ÍSF heitir nú á hesi feløg um at søkja um fíggjarligt endurgjald úr einari pulju við 4 milliónum krónum, sum ÍSF hevur at býta út. Petur Mittún, aðalskrivari í ÍSF greiðir frá hesari skipan, nú evstamark fyri at søkja nærkast. Talan er um eina sonevnda beta útgávu, ið føroyingar kunnu leggja á telduna, og hetta merkir, at arbeitt verður enn við forritinum, greiðir Heðin Jákupsson, verkætlanarleiðari, frá. Vandan, at fólk gerast málsliga dovin, nú teldan stavar fyri tey, heldur Jógvan í Lon Jacobsen, professari, vera lítlan, tí tá fólk fáa at vita, hvat er rætt, so læra tey tað við tíðini. Eisini hava vit tosað við umboð fyri teir fýra flokkarnar í sonevnda makrelsamgonguni, sum gjørdu langtíðarsemju um makrelin í 2011. Somuleiðis fara vit at hoyra sjónarmiðini hjá eigaranum av útróðrarbátinum Lírabergi, Óla Jacobsen, ið hevur sett seg sera væl inn makrelmálið, har hann serliga finst at fyrisitingini av hesum stóra máli. Nú sleppa áskoðarar aftur at stuðla sínum fótbóltsliðum við leikvøllin, skrivar bolt.fo. Síðan korona aftur varð staðfest innanlands í Føroyum eftir ólavsøku, hava áskoðarar ikki havt atgongd til dystir í Betrideildini. Nú tamarhald tykist verða fingið á smittuni, sleppa áskoðarar aftur til dyst undir skipaðum viðurskiftum. Fríggjakvøldið spæla TB og Víkingur við Stórá, og EB Streymur og ÍF hittast við Margáir. Hoyr samrøðuna, sum var í Góðan morgun Føroyum við Bjarka Skúvadal frá Sp f Skúvadal um siglingina undir Vestmannabjørgini í summar. Teir báðir russisku sjómenninir, sum hava verið innlagdir á intensivu deild á Landssjúkrahúsinum við koronu, fara av landinum í kvøld. Atlantsflog skal flyta teir til Danmarkar, tí tað tók ov langa tí at samskipa við danska herin, sigur Steinar Eirikstoft sjúkrahússtjóri. Kortini heldur landsstýrismaðurin ikki, at tað ber til at seta krøv til skip sum koma í føroyskt sjóøki eitt nú negativar koronaroyndir áðrenn mynstring. Tolir føroyska heilsuverkið ikki at tveir russar skulu í respirator, hevur tað ein trupulleika, heldur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum. Landsstýrismaðurin í vinnumálum heldur, at vinnan hevur ikki tørv á stuðulsskipanum longur. Og tað er orsøkin til, at tær nú fara úr gildi. Bjarma Gærdbo Arge er ein av áleið 50 flogternum og flogtænarum, sum mistu starvið, tá korona rakti Føroyar fyrr í ár. Hon hevur havt eina vón um at fáa starv aftur, men hevur nú mist vónina. Hon heldur, at Atlantsflog ikki hevur viljað samskift við starvsfólkini, so at hesi kundu roynt at verið partur av loysnini. Atlantsflog er hart rakt at koronakreppuni, eins og flogferðslan er minkað í flest øllum londum í heiminum. Seinastu vikurnar hevur tjóðarflogfelagið verið í brotasjógvi orsaka av uppsagnum, sum vórðu framdar í vár, har áleið 100 starvsfólk hjá Atlantsflogi mistu starvið. Tingfólkini Christian Andreasen og Bjørt Samuelsen skifta orð um støðuna, og um eitt alment partafelag eigur at taka onnur atlit enn bert tey fíggjarligu. Tingmaðurin Christian Andreasen, sum týskvøldið var í sjónvarpsstovuni og kjakaðist um atburðin hjá Atlantsflogi í sambandi við uppsagnir og setanir, er sjálvur advokatur fyri Atlantsflog í einum uppsagnarmáli. Kringvarpið var ikki vitandi um hetta, tá Christian Andreasen var boðin í sjónvarpsstovuna, men hevur í dag fingið skjalprógv fyri, at so seint sum 22. august also fyri einari viku síðani hevur Christian Andreasen umboðað Atlantsflog í málinum. Talan er um málið um uppsagnirnar av teimum flogternunum, sum vóru álitsfólk vegna danska fakfelagið Flyvebranchens Personale Union og kortini vórðu uppsagdar í fjør. Fakfelagið hevur lagt sak móti Atlantsflogi í tí málinum, og advokatur hjá Atlantsflogi er Christian Andreasen. Christian Andreasen sigur, at hesi viðurskifti onki hava við hvørt annað at gera, og at hann annars fleriri ferðir hevur luttikið í yvirskipaðum kjaki um Atlantsflog. Hetta heldur hann seg hava fullan rætt til, og Christian Andreasen heldur IKKI, at tað var neyðugt at upplýsa fyri Kringvarpinum ella hyggjarunum, at hann umboðar Atlantsflog í starvsfólkaviðurskiftum. Samrøða við Rigmor Restorff um lív hennara, millum annað um, at hon altíð hevur spælt tónleik. Rigmor undirvísir og brot úr Goggudansi í Sjónleikarhúsinum. Sendingina gjørdu Bjarni Rubeksen, Per Zachariassen, Dávur Isfeldt, Jógvan Páll Johannesen, Eyðstein Jakobsen og Malan Johannesen. Týsdagin fer løgtingið at viðgera uppskotið hjá landsstýrinum um at broyta vallógina, so fólk, sum eru undir verjumáli og hava fingið rættarliga myndugleikan frátiknan eftir verjumálslógini, hava valrætt á kommunuvali og kunna stilla upp til kommunustýri. Uppskotið hjá Tjóðveldi um at yvirtaka politiið er eisini á skránni týsdagin. Hósdagin fer løgtingið millum annað at viðgera tvey uppskot um eykajáttanir. Annað er frá Javnaðarflokkinum um at játta 1,6 milliónir krónur til at útbúgva ungar læknar. Pengarnir skulu takast frá játtanini til sendistovur. Hitt er frá Beintu Løwe í Tjóðveldi um at játta tríggjar milliónir til trygdarútgerð til tunlarnar norður um Fjall og aðrar tunlar. Erla Kongsdóttir fer í fyrstu atløgu at sigla á nólsoyarleiðini, tí hálvan oktober fer Ternan til 40 ára klassingar, sum væntandi tekur tveir mánaðir. Leiklistaráðið hevur minst fýra fundir um árið, har leikskrá, fíggjarstøða, fíggjarætlan og onnur mál av týdningi fyri Tjóðpallin og leiklist sum heild verða umrødd. Tað skal eisini tryggja samstarvið millum Tjóðpallin, Meginfelag áhugaleikara Føroya, aðra leiklist og onnur lista og mentanarøki og ráðgeva landsstýrismanninum í leiklistaligum spurningum. Tey, sum ikki atkvøddu fyri, halda, at nógvir spurningar um langhylin eru ósvaraðir, millum annað hvussu verkætlanin verður fíggjað. Tá hon var smágenta flýddi familja hennar til Danmarkar undan Irak krígnum. Í dag er hon ein nógv mentur trummusláari og er eisini gift einum trummusláara, Esben Svane, sum millum annað hevur spælt við grand prix bólkinum, A Friend In London. Tá tíðindi fóru at ganga um, at koronasmittan tók seg upp í Kina, hendi tað á einum fiskamarknaði, og síðani hava tíðindi verið um, at smittan eisini er staðfest í sláturhúsum. Tí setti ein bólkur av granskarum á The American Frozen Food Institute AFFI og North Carolina State University NC State , at kanna viðurskiftini. Teir settu sær fyri at kanna, um korona kann vera har, sum fiskur ella matur verður hagreiddur, og um korona kann vera í pakninginum, og haðani breiða seg millum fólk. Niðurstøðan hjá granskarunum er, at eingi prógv eru fyri, at smittan breiðir ígjøgnum mat, og heldur ikki í pakkitilfari Heldur ikki um maturin er frystur, sum ivi hevur verið um. Vit halda ikki, at virusið breiðir seg, tá fólk eta frystar matvørur. Skuldi tað verið møguligt, skuldi eitt fólk etið mat við smittuni, sum síðani breiddi seg til andaleiðina og ávísar kyknur, sigur granskarin, Gammalla, sum hevur verið við í granskingini. Granskararnir leggja kortini dent á, at tað ikki finnast royndir, sum eru gjørdar í longri tíð, og tí er neyðugt við størri vitan og, at granskarar stuðla hvønnannan, heldur enn at tíðindi, sum kunnu loypa ótta á fólk, verða breidd kring heimin. Fleiri dømi hava verið um tað, uttan nakra upplýsing um, hvussu royndirnar eru gjørdar, sigur Ben Chapman, sum var við í amerikansku kanningunum, skrivar Fiskeritidende. Í venjingini hjá Nato vóru sonar ljóðbylgjur brúktar til at finna kavbátar. Og kanska hava hesar ljóðbylgjur ávirkað hvalir, so teir gerast sjúkir, halda vísindafólk. Hetta eru hvalir, sum annars liva djúpt í sjónum.Tað er kortini ikki staðfest, at ljóðbylgjur eru orsøkin til, at hvalir svimja á land. Soleiðis sigur Beinta Gregersen, leiðari í Húsinum, sum er ungdómshúsið í Klaksvík, og tí hava tey, saman við øðrum góðum kreftum, ment eina app, sum gevur teimum ungu møguleikan til at koma við sínum hugsanum, og til at taka støðu til ymisk viðurskifti, ið koma teimum við. Beinta sigur eisini, at tað, at gera sína hugsan galdandi, er neyðugt í einum fólkaræði, og hetta mugu tey ungu læra. Vit vaksnu tosa alt ov nógv um tey ungu heldur enn við tey ungu. Upprunaliga skuldu forsíðufrúurnar fara til Íslands at taka upp, men korona hevur gjørt, at tær endaðu í Føroyum ístaðin. Tað er Gunnvør Dalsgaard, sum er av føroyskari ætt, fegin um, tí so fær hon høvi at vísa hinum frúunum vøkru náttúruna í Føroyum, sigur hon. Fleiri av frúunum hava ongantíð verið úti við báti og fiskað, og tí gleða tær seg til fiskitúrin við Blástein, sum er deksbáturin hjá Magna Blástein í Vestmanna. Ein kokkur fær veiðuna hjá frúunum og skal gera ein áhugaverda fiskarætt. Meðan tær hava verið her, hava frúurnar funnið út av, at eisini í Føroyum hevur sjónvarpsrøðin í TV3 nógvar hyggjarar. Karina d Ah sigur, at kjarnuhyggjararnir eru konufólk millum 21 og 50 ár. Tað vísa yvirlitstrolingarnar sum Magnus Heinason hevur gjørt. Hann er júst liðugur við kanningarnar, har 200 hál vórðu tikin, skrivar Havstovan á heimasíðuni. Í 2018 var toskurin komin fyri seg aftur, men nýggjastu yvirlitstrolingarnar benda á, at tað í ár aftur er sera lítið til av toski á føroyska landgrunninum. Tað tykist vera nakað av toski nær landi, har rannsóknarskipið ikki fær roynt, og tí kann veruliga nøgdin av toski vera nakað størri, enn yvirlitstrolingarnar vísa. Bæði toskur og tann størra hýsan vóru sera illa í holdum. Hetta sást aftur í magakanningunum, har nærum einki varð etið av nebbasild. Úti á djúpum vatni var tó nógv til av smáum svartkjafti, og har var toskurin væl fyri. Tað var framvegis nakað at fáa av hýsu, hóast tað var minni enn í fjør. Nýggja havrannsóknarskipið, Jákup Sverri, verður latið eigarunum um miðjan september, upplýsir Mouritz Mohr, stjóri á skipasmiðjuni MEST á Skála. Byggingin er seinkað av ymiskum orsøkum, millum annað av koronu. Í løtuni ger Jákup Sverri nakrar royndartúrar, har útgerðin verður roynd. Skipið hevur nógva tekniska útgerð, og tað skal tí gera fleiri royndartúrar fyri at royna alla útgerðina. Ymsar stillingar verða nú gjørdar, sigur Mouritz Mohr. Sambært umboðnum í Føroyum, kemur Karelia til Føroya við einum eykaluti til Yantarnyy, sum framvegis liggur á Oyrareingjum og bíðar eftir farmaskipi, sum skal taka fiskin. Fólk frá umboðnum, sum er Faroe Ship, fara út eftir eykalutinum, sum er til motorin hjá Yantarnyy, og so heldur Karelia leiðina fram til fiskaskap. Tey, sum eru við Kareliu, vórðu kannað tríggjar ferðir fyri koronu, áðrenn skipið fór úr Kalingrad, hevur umboðið í Føroyum fingið at vita. Eingin er positivur. Ríðingarhøllin, sum kemur upp á Prestlandinum í Miðvági og sum í framtíðini skal verða ríðingarhøll fyri alla oynna, er gamli Timburhandilin hjá Kjølbro, ið stóð uppi við Borðoyarvík í Klaksvík. Regin Poulsen, kassameistari í Vága Ríðingarfelag, sigur, at nú eru fleiri ár síðani teir byrjaðu, men málið er at høllin skal takast í brúk næsta summar. Felagsfjós verður bygt afturat høllini. Nevndarlimurin í Ríðingarfelagnum sigur, at nógv ross eru í Vágum og her er sera væl eygnað at ríða, tí oyggin er harðvallað og tað ber til at ríða langar og ymiskar túrar í vøkru náttúruni. Høllin verður eitt stórt framstig. Sum er fara ung í Vágum til Havnar at ríða um veturin, tí vit hava onga høll her vesturi. Ti hevur tað skund at fáa høllina lidna, sigur Regin Poulsen. Farleiðin, sum eitur 350, fer av Glasi gerandisdagar klokkan 15.30, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, sum hevur givið Strandfaraskipum landsins boð um at skipa nýggju leiðina. Sum er fer ein bussur úr Havn í Vágar klokkan 15.20, men hann kann ikki brúkast hjá teimum, sum eru á Glasi, tí tey eru ikki liðug fyrr enn klokkan 15.25. Hóast skiparin fyri nøkrum vikum síðani fekk tilboð um ráðgeving og kanning, tók hann ikki av, og skipið loysti, hóast vandi var fyri smittu umborð. Sjúrðarberg er fyrrverandi Skálafjall, ið varð bygdur á Skála skipasmiiðju í 1987. Skipið hevur eisini itið Beinir og Akraberg, áðrenn tað varð selt av landinum. Í seinastuni hevur trolarin verið skrásettur í Póllandi og æt Dorado. Nakrar umvælingar eru gjørdar, áðrenn skipið kom til Føroya, og nú verður nýggj flakalinja sett upp. Keypsprísurin er umleið 18,6 milliónir krónur. Við umvælingum er prísurin millum 25 26 milliónir krónur, sigur Hanus Hansen, stjóri í JFK Troli. Nú gongur betur at samskifta við russiskar myndugleikar um koronutilburðirnar á trolaranum Yantarnyyj, sum í løtuni liggur á Oyrareingjum. Umhvørvis og vinnumálaráðið hevur burturvíst kæruna hjá Fuglafrøðifelagnum um avgerðina hjá Umhvørvisstovuni at góðkenna umhvørvisárinsmetingina hjá SEV, í sambandi við ætlanini at seta seks vindmyllur upp norðan fyri Eiðisvatn. Aðalráðið staðfestir, at Fuglafrøðifelagið ikki hevur kærurætt, tí felagið hevur ikki ein individuellan ella týðandi áhuga í málinum. Tað var 29. mai í ár, at Føroya Fuglafrøðifelag kærdi eina avgerð hjá Umhvørvisstovuni frá 30. apríl, har stovnurin góðkendi eina umhvørvisárinsmeting hjá SEV í sambandi við verkætlanina. Men fyri at tryggja, at allir viðkomandi felagsskapir verða hoyrdir í sambandi við slíkar verkætlanir, heitir Umhvørvis og Vinnumálaráðið á Umhvørvisstovuna, at hoyra viðkomandi felagsskapir serskilt. Aðalráðið staðfestir í niðurstøðuni, at Fuglafrøðifelagið ikki lat hoyringssvar inn í sambandi við hoyringina, men hevði kortini longu 9. september 2019 víst á síni sjónarmið í skrivi, sent Heilsu og Innlendismálaráðnum, ið eisini varð sent SEV, Eiðis kommunu og deildarleiðarunum í Vernd og Orku á Umhvørvisstovuni. Í samband við kæruna hevur Umhvørvisstovan upplýst, at skrivið ikki bleiv tikið við í viðgerðina í fyrsta umfari, tí stovnurin ikki fekk tað sum hoyringssvar til umhvørvisárinsmetingina. Umhvørvisstovan ásannar tó, at av tí at skrivið frammanundan varð sent deildarleiðarunum í Vernd og Orku, átti tað at vera tikið við, og tað bleiv tikið við í viðgerðini av endurskoðaða uppskotinum hjá SEV. Tað er ov nógvar ljósareyðar og órealistiskar myndir av mammulívinum. Tað halda mammurnar Várdis Sandoy, Katrin Faulkner Reynheim og Birgit Johannessen. Tær hava tí gjørt sær hvør sín mammubrúkara á instagram, har tær vísa veruliga mammulívið við øllum tí, sum har til hoyrir. Men hesar mammurnar eru ikki einsamallar um at sakna ein dialog um veruliga mammulívið. Tað sakna nógvar aðrar mammur eisni. Tað sæst eisini aftur á instagram, har nógvir mammubrúkarar eru. Vit práta við tær tríggjar um hvønn mun tað ger at blogga, og hví so nógvar mammur hava valt at skriva og blogga um mammulív anno 2020. Bakkafrost fer at gera íløgur í tvær ella tríggjar smoltstøðir í Skotlandi fyri 350 milliónir krónur. Tær skulu ala størri smolt at seta út. Íløgan verður gjørd, hóast koronukreppan hevur havt stóra ávirkan á fyrsta rakstrarárið hjá Bakkafrosti í Skotlandi, sigur Regin Jacobsen, stjóri. Ein klaga um, at Økisnavn.fo krevur pengar fyri tær tænastur, sum stovnurin veitir, bleiv ikki viðgjørd av Løgtingsins umboðsmanni. Men Løgtingsins umboðsmaður bað Umhvørvis og Vinnumálaráðið kanna, um umsitingin av føroyskum internet økisnøvnum eigur at verða skipað í lóggávu. Umboðsmaðurin heldur, at ein lóg kann skipa almennar reglur um umsitingina av føroyskum internet økisnøvnum, áseta neyðug krøv og treytir um KT trygd, og áseta reglur um kærumyndugleika og reglur, sum skipa eftirlitið við umsitingini av økisnøvnum. Tað hendi í morgun okkara tíð, tá 29 ára gamli avstraliumaðurin, Brenton Tarrant, varð dømdur inn at sita restina av lívinum fyri at hava dripið 51 muslimar. Brenton Tarrant stroymdi beinleiðis á Facebook, tá hann 15. mars í fjør fór inn í tvær moskur í býnum Christchurch og beindi fyri 51 muslimum. Tíni brotsverk eru so ónd, at sjálvt um tú verður hildin í varðhaldi, til tú doyrt, fer tað ikki at lúka krøvini um revsing og fordøming, segði dómarin, tá dómurin varð kunngjørdur, skrivar tíðindastovan Reuters. Fíggjarmálaráðið bað á heysti í fjør stjórnarráðini um at gera støðulýsing um KT trygdina hjá almennu stovnunum. Í støðulýsingini um KT trygd skuldu stovnarnir svara átta spurningum. Stjórnarráðini og stovnar teirra svaraðu ikki, fyrr enn nógvar mánaðir eftir, at freistin at svara var farin. Hetta eru millum annað stovnar, sum hava týðandi dátur. Niðurstøðan er, at nógvir stovnar, og fleiri teirra, sum hava serliga týdningarmiklar dátur, vita ikki nóg nógv um grundleggjandi hugtøkini í KT trygd. Landsgrannskoðanin sigur, at hóast KT landsins umsitur KT økið, kunnu stjórnarráð og stovnar ikki siga ábyrgdina frá sær við at vísa til KT landsins. Landsgrannskoðanin sigur, at tað er álvarsamt, at stovnar við serliga týðandi upplýsingum hava so trupult við at svara aðalráðnum, hvussu trygdarstøðan er. Landsgrannskoðanin heldur, at spurningurin er, um allir landsins stovnar eru førir fyri at umsita sínar dátur, og um avvarðandi aðalráð tí kunnu hava álit á, at KT tilfeingið hjá landinum er í tryggum hondum. ÍSF hevur eykaaaðalfund 16. september um ÍSF húsið vestan fyri Svimjihøllina, sum Tórshavnar kommuna skal keypa fyri fimm milliónir krónur, nú langhylur skal byggjast á økinum. Í ólavsøkurøðuni í 2018 segði Aksel V. Johannesen, sum tá var løgmaður, at tunnilsfelagið skuldi flyta úr Havn til Runavíkar á nýggjárinum tá. Men felagið skuldi so flyta á nýggjárinum 2020. Tað bleiv heldur ikki. Felagið hevur leigað ovastu hæddina við Heiðaveg 57, har sum millum annað Posta er. Hósmorgunin, tá úrslitið væntandi er komið frá koronukanningini á flogvøllinum, hava Jenis av Rana, landsstýrismaður, og Jeppe Kofod fund í Havn. Eftir tann fundin, sum varar hálvan annan tíma, verður tíðindafundur. Meðan boriarbeiðið í einum tunnli fer fram, verður javnan upplýst hvussu nógvir metrar eru boraðir og hvussu nógvir eru eftir. Tá so liðugt er at bora og tunnilin verður gjørdur liðugur, hoyrist lítið, tí torført er at lýsa hitt arbeiðið í vavi. El arbeiðið er stórur partur av arbeiðnum at gera tunnilin lidnan. Og stjórin í El service, John Eli Olsen, er fegin um at hansara fyritøka fekk arbeiðið at vera undirveitari hjá stóru norsku fyritøkuni Roxel í Eysturoyartunnlinum. John Eli sigur, at tey hava verið upp í 20 fólk frá El service í Eysturoyartunnlinum samstundis, umframt eini átta frá Roxel. Nú er umleið 70 prosent av el arbeiðnum gjørt. Alt el netið í tunnlinum er við LED og tunnilin verður ógviliga ljósur. Tá okkara arbeiði er liðugt skal tann tekniska útgerðin roynast í einar tveir mánaðir, áðrenn tunnilin letur upp og hann verður klárur beint eftir ársskiftið, sigur John Eli Olsen. Hetta er nógv tað størsta arbeiðið El service nakrantíð hevur gjørt. John Eli Olsen sigur, at tilsamans eru 250 kilometrar av káplum brúktir í tunnlinum. Fá munnu vita, hvør Daniel Jacob Danielsen, vanliga nevndur Dollin, er. Men fáur man hava havt eina so stóra ávirkan á heimin, sum júst Dollin. Spyrst tú Óla Jacobsen, so gjørdi Dollin óbeinleiðis enda á ræðuleikarnar í Kongo fyrst í 20. øld. Tær fýra milliónir krónurnar, sum Ítróttasamband Føroya hevur fingið í koronuhjálp, kunnu í framtíðini gerast partur av fíggjarliga grundarlagnum hjá ÍSF. Tað er í øllum førum ein møguleiki, sum Jenis av Rana, landsstýrismaður í ítróttarmálum, nevnir, nú ÍSF vantar pengar, og noyðist at skera í stuðlinum til øll sersambondini. Jógvan Thomsen hevur ringmerkt og skrásett drunnhvíta og skráp í nøkur ár. Herfyri skrásetti hann ein skráp, sum hann ringmerkti fyri trimum árum síðani. Ætlanin var so, at politistøðin skuldi vera klár at flyta inn í tann 1. desember. Men tað verður hon heldur ikki, sigur Michael Boolsen, fúti. Orsøkin til seinkingina er, at torført er at fáa handverkarar í hesum koronutíðum. Ein ætlan er gjørd um arbeiðið, sum er eftir at gera. Bæði Sigtór Petersen, verkætlanarleiðari hjá J og K Petersen, og Teitur Samuelsen, stjóri í PF. Eysturoyar og Sandoyartunnlar, eru vísir í, at Eysturoyartunnilin letur upp sum ætlað beint eftir ársskiftið. 90 prosent av okkara arbeiði er gjørt og í morgin verður nýggja rundkoyringin á Hvítanesi liðug, sigur Sigtór Petersenverkætlanarleiðari í byggifelagnum J og K Petersen. Alt tos um at tunnilsgrótið ikki kann brúkast til ymisk endamál er gjørt til skammar, tí tunnilsgrót er brúkt til tvær rundkoyringar út í sjógvin. Bæði á Strondum og á Rókini í Saltnesi, sigur Sigtór. Hóast teir viðhvørt hava verið noyddir at steingja vegin á Hvítanesi um náttina og ferðslan er leidd eftir Oyggjarvegnum, so hava bilførarar sum heild skikkað sær væl. Teitur Samulsen, stjóri í Pf. Eysturoyar og Sandoyartunnlar, er væl nøgdur við úrslitið, nú Eysturoyartunnilin um stutta tíð verður tikin í brúk. Tíðarætlanin sigur fyrst í komandi ári og hon heldur. Hann sigur, at tað drúgvasta arbeiðið hevur verið at vatntryggja tunnilin, tí krøvini eru so strong. Prísurin at koyra gjøgnum Eysturoyartunnilin er settur til 75 krónur ein veg. Hesum hava fleiri fólk alment funnist at, tí tey halda at tað er ov nógv og summi hótta við at koyra ta gomlu farleiðina. Prísurin er settur út frá einari heildarmeting. Hetta er eitt sera stórt byggiverk og roknistykkið má hanga saman. Men vit fara sjálvandi at lurta eftir fólki og at fylgja neyvt við gongdini tá tunnilin letur upp, segði tunnilsstjórin í Góðan morgun Føroyum í morgun. Og hann vísti eisini á, at politiskt er avgjørt, at Eysturoyartunnilin skal vera við til at gjalda fyri Sandoyartunnilin, tí ferðlsan verður so lítil har. Her kanst tú hoyra tað, sum Sigtór Petersen frá J og K Petersen og Teitur Samuelsen frá tunnilsfelagnum søgdu í samrøðu í Góðan morgun Føroyum í morgun. Hann heldur, at nú politiski myndugleikin á økinum leggur eina bussleið eftir tímatalvuni hjá Glasi í Havn, so hevur myndugleikin skyldu at gera tað sama til Miðnám í Vestmanna. Sjálvt um tú ikki fært bygg til framleiðslu av whiskey í Føroyum, so ber til at innflyta hetta, og gera føroyskt whisky hóast alt. Tað sigur Bogi Mouritsen, sum er ein av fólkunum handan Faer Isles Distillery, ið hevur í huga at byggja framleiðsluvirki í Kvívík. Tað snýr seg um so mangt annað, so sum saltið í luftini og hitan í sjónum, og í so máta eru viðurskiftini í Føroyum perfekt til at framleiða whiskey. Men whiskey skal lagra í áravís áðrenn tað kann drekkast, og hvar ger ein framleiðari so Jú hann framleiðir ginn meðan vit bíða. Tað er niðurstøðan hjá Landsgranskoðanini, sum hevur gjørt eina frágreiðing fyri Fíggjarmálaráðið um KT trygdina hjá almennu stovnunum. Landsgrannskoðanin finst hvassliga at aðalráðunum, sum ikki svaraðu spurningum fyrr enn nógvar mánaðir eftir, at freistin at svara var farin. Bjarni Askham Bjarnason, aðalstjóri í Fggjarmálaráðnum, sigur, at at tey hava miðvíst arbeitt við KT trygd, og økið verður nú uppraðfest. Makrelkanningarnar fyri í ár eru av, og tær vísa, at nakað meir av makreli var at síggja, og munandi meira av sild. Men minni var av svartkjafti, skrivar Havstovan á heimasíðuni. Talan er sostatt um, at makrelurin flytur seg eystureftir, heldur enn eina minking, tí samlaða nøgdin av makreli er ikki minkað seinastu árini, skrivar Havstovan. Í Kollafirði er eitt so fitt heimalamb, sum dámar sera væl at ganga túr. Maria Kristensa eigur heimalambið hon og vinkonurnar Liva og Enja ganga túr saman við heimalambinum. Natasja og Elias hava fingið ein lítlan beiggja. Hann eitur Jóhan og er sera fittur og blíður. Tey greiða frá, tá ið hann var føddur og hvussu tey ansa honum. Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, hevur kravt, at ein óheft kanning verður gjørd av russiska andstøðupolitikaranum, Aleksej Navalnyj, fyri at fáa greiðu á, um hann varð eitraður. Vit hava tørv á at fáa greiðu á málinum, og tey, sum eru sek, eiga at koma fyri rættin, fyri at tryggja rættvísi, sigur Boris Johnson. 44 ára gamli Aleksej Navalnyj fær viðgerð á einum sjúkrahúsi í Berlin. Hann gjørdist sjúkur í einum flogfari úr Sibiria í farnu viku, og týskir læknar, sum eru um hann, siga, at nógv bendir á, at hann varð eitraður. Aðalskrivarin í NATO, Jens Stoltenberg, sigur, at hann tekur undir við eini óheftari kanning, sum kann gera av, hví Navalnyj gjørdist sjúkur. Boris Johnson vil hava kanningina gjørda, tí í fleiri førum hava myndugleikarnir í Bretlandi sagt, at russar, sum vóru í Bretlandi, hava verið eitraðir. Og tað hevur gjørt viðurskiftini millum londini spent. M.a. hava bretar ført fram, at Russland stóð fyri at eitra fyrrverandi KGB njósnaran, Aleksandr Litvinenko, í London í 2006. Hann doyði. Bretland leggur eisini russar undir at hava eitrað fyrrverandi njósnaran, Sergej Skripal, í Salisbury í 2018. Hann kom frá hendingini við lívinum. Boris Johnson er eisini í øðini um, at Russland royndi at leggja seg út í bretska valið í desember í fjør, og at sonevndir teldusníkar royndu at stjala vitan um heilivág fyri koronu. Framleiðslan av el orku úr olju er vaksin úr 40,6 prosentum fyrstu sjey mánaðirnar í 2015, upp í 64,2 prosent fyrstu sjey mánaðirnar í ár. Sangirnir, ið verða spældir, eru Another Day Land of Maybe America Havnarmenn Let It Come Eivør Eg uttan teg Herborg Torkilsdóttir Gravgangur var at sleppa framat, tá Súsanna Køtlum lat frisørsalongina uppaftur, eftir koronastongsulin fyrr í ár. Av tí sama arbeiddi hon til seint út á kvøldarnar, seks dagar um vikuna. Men eykaarbeiðið hevur nú við sær, at hon nú skal rinda stuðulin úr halparpakkanum aftur. Og beint eftir ólavsøku, mátti hon enn einaferð stongja salongina, tí hon gjørdis sjúk við koronu. Brúgvin, nýggi eftirskúlin í Skálavík, bjóðaði í summar næmingum vælkomnum á fyrsta sinni. 31 næmingar ganga nú í 10. flokki á Brúnni, og hýrurin var góður, tá vit vitjaðu í skúlanum í dag. Tað eru einir 36.000 lastbilar tilsamans. Og nógv av grótinum skal bara koyrast ígjøgnum býin, men endar aðrastaðni í størsta mun í Runavík. Sambært japanska miðlinum, NHK, leggur Shinzo Abe frá sær, tí hann vil ikki, at heilsustøðan hjá sær skal gerast ein trupulleiki fyri stjórnina. Shinzo Abe tók við sum forsætisráðharri í 2012, og hann eigur metið sum tann forsætisráðharri, ið hevur sitið longst út í eitt í Japan. Putin leggur aftrat, at viðurskiftini í Hvítarusslandi eru um at gerast vanlig aftur, og tí verður eingin hjálp send til Hvítarusslands í løtuni. Boðini verða tikin sum eitt tekin til vesturheimin um at halda seg burtur úr Hvítarusslandi, tí annars verður russiskir politihermenn sendir til Hvítarusslands, siga serfrøðingar. Tað var forsetin í Hvítarusslandi, Aleksandr Lukasjenko, sum bað Russland um hjálp, og Putin sigur seg verða noyddan at gera tað, um tað verður neyðugt. Samstundis siga eygleiðarar, at Vladimir Putin vil hava ávirkan á gongdina í Hvítarusslandi, men at hann hevur einki ímóti at sleppa av við Lukasjenko, forseta. Kanningin vísti, at fólk, sum vóru 55 ár ella eldri, gjørdu líka nógv andevni, sum ungfólk gjørdu, tá tey høvdu fingið heilivágin. Hjá øllum aldursbólkum mentist immunverjan. Tað verður tikið sum eitt gott tekin, tí ofta hava eldri trupulleikar við immunverjuni, og eru tí veikari enn yngri fólk. Ringastu hjáárini vóru, at fólk kendu seg móð, fingu krím, høvuðpínu og pínu í vøddarnar. men tey árinini hvurvu eftir nøkrum døgum, skrivar Bloomberg. 2020 skuldi eftir ætlan vera eitt tað besta árið hjá felagnum yvirhøvur, men nú roknskapurin fyri fyrra hálvár er kunngjørdur, vísir hann 3,8 milliardir krónur í halli. Tá koronufarsóttin herjaði frá mars til juni, hevði Norwegian bara átta flogfør á flogi. Og tað sæst aftur í roknskapinum, har umsetningurin er minkaður 65 prosent samanborið við fyrra hálvár í fjør. Fyrst í hesum árinum væntaðu vit eitt yvirskot og okkara besta summar yvirhøvur, eftir at sparitiltøk vóru sett verk og raksturin batnaði. Men so kom Covid 19, og eftirspurningurin eftir ferðaseðlum steðgaði upp alt fyri eitt, tí stjórnir í øllum heiminum settu ferðaavmarkingar í verk og herdu ferðavegleiðingarnar, sigur Jacob Schram, sum er samtøkustjóri í Norwegian. So bersøgin er Sirið Stenberg, tingkvinna í Tjóðveldi, nú løgmaður ætlar, at føroyingar, sum búgva í Føroyum, skulu kunna fáa sær eitt danskt CPR nummar. Í dag er Birita Lamhauge Jóansdóttir blivin kandidatur í sálafrøði. Men vegurin til henda dag hevur verið langur. Ár eftir ár upplivdi hon at fáa noktandi svar um upptøku um at lesa sálarfrøði. Sostatt eru 13 ár liðin síðani at Birita søkti um at sleppa at lesa sálarfrøði fyri fyrstu ferð. Hósdagin varð yrkingasavnið Eg skrivi á vátt pappír givið út. Í tí sambandi vitjaði yrkjarin, Lív Maria Róadóttir Jæger, og umboð fyri forlagið Eksil, Kim Simonsen, útvarpsstovuna. Tá fleiri vindmyllur verða settar upp næsta ár, verður munandi meiri av grønari orku, sigur Heri Mortensen, deildarstjóri fyri el framleiðsluna hjá SEV. Líkt er til, at smittan innanlands mestsum er av, og tí er neyðugt at steðga smittuni við markið, og at fólk lata seg kanna, tá tey koma, og aftur seks dagar seinni. Tað sigur Pál Weihe, yvirlækni á deildini fyri arbeiðs og almannaheilsu og professari í fólkaheilsu, sum heldur, at vit nú eru komin upp á turt aftur, tá ið ræður um koronu. Sigurin hjá B36 á estiska liðnum, FC Levadia, í gjárkvøldið hevur stóran ítróttaligan og fíggjarligan týdning fyri føroyska felagið. Økið á Fossdalsbakka við Æðuvík, har tann stórbara Fossdalsgjógv og tann søguliga Tinghella eru, er ein sonn náttúruperla. Tí er tað løgið at hugsa sær, at ruskplássið fyri økið í Suðureysturoy var júst her, til Brennistøðin hjá IRF varð gjørd. Í Góðan morgun Føroyum greiddi Bárður Hansen frá tilboðnum til ferðafólk at síga, lesa seg niður á Tinghellu og síðani at klintra uppaftur. Umframt nógv útlendsk ferðafólk, hava nógv onnur eisini roynt hetta, tí herfyri var stór konsert við Eivør Pálsdóttir niðri á Tinghellu. Bárður greiðir eisini frá, at hann hevur havt onkrar serliga spennandi gestir niðri á Tinghellu. Jógvan Elias Davidsen úr Æðuvík greiðir frá søguliga umhvørvinum við Tinghellu. M.a. verður sagt, at Sigmundur og Tróndur úr Føroya søgu hittust til ting á Tinghellu og ein hola eitur Sigmundarhola. Hann greiðir eisini frá tíðini, tá ruskplássið fyri alt økið í Suðureysturoy var á Fossdalsbakka og hvussu tað ávirkaði bygdina. Janus Joensen frá Faroe Dive greiðir frá hvussu stórsligið tað er at kava í økinum uttan um Tinghellu. Hann sigur, at hetta er einki minni enn í heimsflokki. Fornminnisnevndin hevur gjørt uppskot um friðing av Sanatoriinum í Hoydølum, sum seinni er kent sum partur av Studentaskúlanum í Hoydølum. Nevndin sigur millum annað, at bygningarnir frá Sanatorii tíðini hava stórt mentanarsøguligt og sosialsøguligt virði, og sum bygningsverk er Sanatoriið eindømi í Føroyum. Í heyst verða fleiri nýggj endurvenjingartilboð sett á stovn á teimum trimum sjúkrahúsunum, upplýsir Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum. Á fíggjarlógini i ár er ein serstøk játtan til at menna endurvenjingina í sjúkrahúsverkinum. Eftir áheitan frá landsstýrismanninum, kom sjúkrahúsverkið í summar við uppskoti um, hvussu játtanin best kemur einstaka sjúklinginum til góðar. Nú starvsfólkaorkan er økt, verður møguleiki fyri fleiri tilboðnum, og í heyst verða hesi tilboð Endurvenjing fyri sjúklingar við parkinsonsjúku á Suðuroyar sjúkrahúsi, í samstarvi við Landssjúkrahúsið Eitt skipað tilboð um endurvenjing til sjúklingar við gikt á Klaksvíkar sjúkrahúsi Skipað tilboð um endurvenjing til sjúklingar við krabbameini á Landssjúkrahúsinum Menna eitt endurvenjingartilboð til sjúklingar við hjartasjúku, lungasjúku, diabetes og krabbameini á Suðuroyar sjúkrahúsi Eitt samskipa tilboð um talupedagogiskan stuðul til sjúklingar við apopleksi í Sjúkrahúsverkinum Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, sigur, at arbeitt verður við eisini at fáa játtan til endamálið næsta ár, soleiðis at enn fleiri endurvenjingartilboð kunnu verða ment í sjúkrahúsverkinum. Í undanfarna valskeiði vórðu landsstýrisfólk kunnað um, at tekin vóru um, at onkur avlurtaði fartelefonirnar hjá landsstýrisfólkunum. Men tað var ikki greitt, hvør avlurtaði telefonirnar. Tað sigur Kristina Háfoss, sum var landsstýriskvinna í fíggjarmálum í seinasta valskeiði, í viðmerkingunum til ein munnligan fyrispurning, sum hon fer at seta Bárði á Steig Nielsen, løgmanni, um møguliga avlurting av føroyskum borgarum og vinnufyritøkum. Tað er komið undan kavi, at danska fregnartænastan hjá verjuni, FE, hevur latið amerikansku fregnartænastuni, NSA, samskiftisupplýsingar um danskar borgarar. Kristina Háfoss fer at spyrja løgmann, um partur av hesum upplýsingum eru samskiftisupplýsingar hjá føroyskum borgarum ella vinnufyritøkum. Hon vil eisini hava at vita, hvat landsstýrið ger til tess at tryggja, at danskar fregnartænastur ella onnur ikki avlurta borgarar og fyritøkur. Hann vil ikki gera samrøðu, fyrr enn hann hevur sett seg meira inn í hetta ítøkiliga málið, men hann sigur í stuttari viðmerking, at í útgangsstøðinum eigur fregnartænastan hjá danska herinum ikki at hava atgongd til føroyska netið, tí føroyska netið og danska netið eru hvør sítt. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur í svari til ein fyrispurning frá Akseli V. Johannesen, løgtingsmanni, sagt, at fyrisitingin av Vága og Norðoyatunnilin flytur til Saltangará í desember í ár. Hon sigur, at hetta er tekin um drál og vantandi strategiska avgerð um at taka partafeløgini fyri Vágatunnilin og Norðoyatunnilin av. Eg ætli mær ikki at verða livibreyðspolitikari, og ætlanin var ongantíð at vera borgarstjóri meira enn fýra ár. Mær leingist eisini aftur í starvið í Smyril Line, sigur hon um orsøkina til, at hon nú takkar fyri seg. Eyðdis Hartmann Niclasen bjóðaði seg eisini á løgtingsvalinum í fjør. Hon var nummar 11 á sambandslistanum og hevur okkurt stutt tíðarskeið havt sætið sum varafólk í Løgtinginum. Hon hevur ikki tikið støðu, um hon bjóðar seg fram aftur á komandi løgtingsvalið. Val Flokkur ella listi Atkvøður Kommunuval, 8. november 2016 Listi V 55 atkvøður Fólkatingsval, 5. juni 2019 Sambandsflokkurin 303 atkvøður Løgtingsval, 31. august Sambandsflokkurin 210 atkvøður Mær leingist heimaftur, men ikki so illa, at eg ætli mær at gevast, sigur Angela Djurhuus í Kollafirði. Hon hevur seinasta árið gingið í fyrsta Norðuratlantiska studentaflokkinum. Næmingarnir hava verið í Danmark í eitt ár, og nú fyrru lestarhálvuna annað árið gongur flokkurin í Miðnámsskúlanum á Kambsdali. Rói Eliasen hevur spælt tónleik í ein mansaldur. Men hann hevur tó ongantíð givið tónleik út í egnum navni fyrr enn nú, hann gevur út tvey løg, Valsur fyri Moniku eftir Bill Evans og Beppe Wolgers og Gentan frá Ipanema eftir Antonio Carlos Jobim og Vinicius de Moraes. Rói var gestur í Vikuskiftissendingini Vanliga hevur Jósup steðga við siglingini 31. august, men mykinesfólk hava vilja havt eina sjóvegis farleið longri enn tað, og hetta verður nú gingið á møti, sigur Hilmar Eliasen, stjóri á strandfaraskipum landsins. Strandferðslan hevur verið bundin av Jósupi sum avloysaraskip á øðrum leigum, men hetta fer nú at broytast nú nýggja trýkiljan kemur um ein mánað, sigur stjórin Tískil er ætlanin, at longda siglignin til Mykinesar eisini skal vera leisturin frameftir, sigur Hilmar Eliasen. Men tað er ikki bara Mykinesfólk, sum kunnu gleða seg til fleiri túrar. Tað kunnu Svínoyingar og Fulgoyingar eisini eftir at Strandferðslan fekk eina eykajáttan til júst hesa leiðina, sigur Hilmar Eliasen Ikki minst tí at skúlarnir eru byrjaðir aftur, flestu fransmenn eru farnir aftur til arbeiðis eftir summarfrítíðina, og so byrjar stóra súkklukappingin Tour de France í dag. Valið snýr seg lítið um politikk, og mest um persónin Donald Trump, sigur Regin Winther Poulsen, tíðindamaður í USA, nú republikanski og demokratiski flokkurin hava havt ársfund. Donald Trump var í gjár formliga tilnevndur sum forsetavalevni hjá republikanska flokkinum til amerikanska forsetavalið í november. Hóast stórar framleiðslur fyri nógvum myndatólum, og nógvar røður, so høvdu hvørki demokratarnir ella republikanararnir nakað serligt av ítøkjuligum politikki at bjóða teirra veljarum, sigur Regin Winter Poulsen Jens Eli, sum fyri viku síðani kundi hátíðarhalda sín 80 ára føðingardag, greiðir í sendingini frá barna og ungdómsárunum í Miðvagi, frá sjóðmanslívinum í Føroyum og í Grønlandi og frá tíðini sum handilsmaður og reiðari. Føringar munnu tó kenna Jens Eli best sum tónleikara og yrkjara, og sangir hansara verða javnan sungnir í føroyskum brúdleypum og veitslum. Umhvørvisfelagsskapir ætla sær nú í Betri samtakið. Við slagorðinum Betri kann gera tað betri arbeiða FNU, Føroya Fuglafrøðifelag, Veðurlagslóg NÚ og Ringrás fyri at fáa tvey umboð í Umboðráðið í Betri samtakinum. Tilsamans hava 411 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru nú 362 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 49 persónar smittaðir í løtuni. Ein niðurstøða er, at ferðavinnan tekur ov lítið atlit til tey, sum búgva á útoyggj, og vinnan dugir ikki nóg væl at samstarva við tey á staðnum. Aðalfundurin í Útoyggjafelagnum staðfesti eisini, at tað er sera trupult hjá fólki at seta búgv á útoyggj. Tvinnar orsøkir eru til tað tað er trupult at fáa fígging til at byggja nýtt, og tá okkurt húsið verður sett til sølu, so eru tað fólk úr miðstaðarøkinum, ið liggja framvið at keypa hesi hús til summarhús ella AirBnB virksemi. Ein andstøðuflokkur vil hava, at fólk skulu brúka bankarnar ókeypis til tær mest grundleggjandi tænasturnar. Tað er Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, sum eigur uppskotið. Sambært Aksel V. Johannesen, eru peningastovnarnir vinnuligar fyritøkur, og tað er tí skilligt, at peningur verður tikin fyri at veita viðskiftafólki sínum ávísar tænastur. Men í og við at tað er lógarkravt, at lønin skal umvegis ein peningastovn, halda uppskotssetararnir tað vera órímiligt, at tað í ávísum førum kostar at hava eina lønarkontu, og at tað ikki ber til at taka reiðan pening út uttan at skula rinda fyri hetta. Var talan um aðra privata fyritøku, har viðskiftafólkini ikki vóru nøgd við tænastuella prísstøðið, høvdu tey møguleika at velja fyritøkuna frá og aðra fyritøku til, sigur Aksel V. Johannesen um uppskotið, sum er til samtyktar og tí er ein áheitan á landsstýrið um at syrgja fyri, at reglur vera settar fyri, hvat bankarnir kunnu tjena pening uppá. Løgtingið fer at viðgera uppskotið týsdagin. Eftir uppskotinum, sum Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður hevur lagt fyri tingið, skulu tey sum hava fingið rættarliga myndugleikan frátiknan eftir verjumálslógini, hava hann aftur. Megd Tað er so, at Stýrisskipanarlógin ásetur, hvør hevur valrætt til Løgtingið, men ásetur ikki hvør hevur valrætt til kommunuval. Kommunuvallógin ásetur tó, at tú skalt lúka treytirnar fyri valrætti og valbæri til Løgtingið, fyri at hava valrætt og valbæri til kommunuval. Sambært stýrisskipanarlógini og løgtingsvallógini, hava persónar, sum eru undir verjumáli og hava fingið rættarliga myndugleikan frátiknan eftir verjumálslógini 6, ikki valrætt og valbæri til løgtingsval, og tí hevur hesin bólkur av persónum heldur ikki valrætt og valbæri til kommunuval. Talan var um eina reina FM finalu í tvíspor. Aftaná eina laka byrjan uppá kappingarárið við Leynavatn, hevði Svanna, ryssan hjá Hans Paula Poulsen, tikið seg nógv framm, og á degnum stóð hon saman við Barbaru Chaparro, við møguleikanum, sjálv at kunna avgera Føoyameistaraheitið. Anna Magnusen stóð í hinari startboksini. Rossini byrjaðu eisini bæði væl, men tá tey komu oman móti málinum og áskoðarunum sást, at Svanna hevði hug at leggja seg á odda, tá tey so koma oman á slættan, gjørdi Svanna og Barbara Chaparro bart og tóku avgerðandi fetini sum avgjørdi FM til teirra fyrimun. Tíðin hjá Svonnu var 35,87 sek og Freyr hevði 36,23 sek. Hetti merkti, at FM heitið í Tvíspor flutti innan av Lamba og til Havnar. Hildið verður, at orsøkin til kolsúrniseitranina er ein diesel ljósmotorur, sum varð brúktur í veitsluni. Sambært norsku løgregluni, er talan um tekno veitslu, sum varð hildin í holuni, sum bert hevur eina útgongd, sum er 1 metur til støddar. Tilsamans kundu upp í 200 fólk verða við í veitsluni. Hetta kundi verið verri. Amfetamin, MDMA, kokain og rúsdrekka vórðu eisini nýtt í veistluni, sigur Arve Røtterud, løgreglumaður við blaðið VG. Ein patrulja hjá løgregluni sá fyrst fleiri ung ganga í ørviti uttanfyri holuna. Stutt eftir vórðu sjey ung fólk funnin, sum lógu uttan vit. Á Twitter heitir Universitetssjúkrahúsið í Oslo á tey, sum vóru í veitsluni og halda seg verða eitrað, um at fáa hjálp. Tey, sum skipaðu fyri veitsluni, eru á ólógligan hátt komin inn í holuna, sum var stongd, skrivar nrk. Mátingar hava nú víst, at bert 16 prosent av súrevni var eftir inni í holuni. Eystari landsrættur hevur verið í Føroyum seinastu dagarnar og viðgjørt millum annað hetta málið um kynsligan harðskap, sum varð framdur móti gentunum árini 1993 til 1996. Genturnar vóru tá millum 4 og 7 ára gamlar, og talan er um annað kynsligt samband enn samlegu. Í 2017 meldaðu fýra gentur mannin til løgregluna fyri kynsligan harðskap, og í september í fjør varð hann í Føroya rætti dømdur 1 ár og tríggjar mánaðar treytaða fongsulsrevsing fyri kynsligan harðskap móti trimum av teimum fýra gentunum, hann varð frikendur fyri kynsligan harðskap móti einari av gentunum, og hann skuldi ikki rinda gentunum endurgjald. Dómurin varð skotin inn fyri landsrættin, sum herdi revsingina og dømdi mannin hálvtannaðárs fongsulsrevsing, dómurin er treytaður. Meira enn 3,8 milliónir tilburðir eru staðfestir í landinum, og bara seinasta samdøgrið eru meira enn 900 fólk deyð av smittuni. Hetta talið er nakað minni enn undanfarnu dagar, tá um 1.000 fólk eru deyð av covid 19 um dagin. USA hevur framvegis flest tilburðir, meira enn 6,1 miljón, og sløk 187.000 eru deyð av covid 19, vísa tøl frá amerikonsku heilsmyndugleikunum. Skjótasti vøksturin í smittutilburðum er í India. Nærum 80.000 hava fingið smittuna seinasta samdøgrið, og tilsamans eru nú 3,5 milliónir tilburðir staðfestir í India og 64.000 er deyð. Tað er Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, sum leggur uppskotið fyri tingið. Eitt annað, sum verður broytt er, at fólk sjálvi kunnu velja, hvør skal hjálpa teimum í valhølunum. Áður hevur tað verið valnevndin, ið útpeikar ein hjálpara. Uppskotið skal til 1. viðgerð týsdagin. KÍ er føroyameistari í Betrideildini við kvinnum aðru ferð á rað. Tað gjørdist greitt í dag, eftir at tær bláu vunnu 5 0 á B36, og NSÍ misti stig í javnleiki móti ÍVB í Runavík. Einaráðandi KÍ hevur verið einaráðandi í landskappingini í ár. Tær hava spælt 14 dystir higartil og hava vunnið teir allar. Hørð kapping um annað plássið Kappingin um hvør skal verða næstbest, er hinvegin hørð. Nýggja liðið í Betrideildini, NSÍ er nummar tvey í løtuni við 17 stigum, men tað eru bert seks stig niður til B36 á fimta plássi. Dystirnir í dag B36 KÍ, 0 5 0 1 Tóra Mohr, 3 minuttir 0 2 Sanna Svarvadal, 61 minuttir 0 3 Evy á Lakjuni, 76 minuttir 0 4 Hervør Olsen, 83 minuttir 0 5 Durita Hummeland, 89 minuttir EBS Skála HB, 1 0 1 0 Lea Lisberg, 44 minuttir NSÍ ÍVB, 2 2 0 1 Mary Ann Zachariassen, 9 minuttir 0 2 Jacoba Langgaard, 21 minuttir 1 2 Monika Samuelsen, 65 minuttir 2 2 Margunn Lindholm, 90 7 min. Skeinkistøðini, sum nú noyðast at lata aftur klokkan 23.00 eftir boðum frá landsstýrinum, fáa pengar úr landskassanum, sambært kunngerðini. Tey fáa stuðul fyri tíðarskeiðið 8.august til 31.august. Hálvan juni fekk Fíggjarnevndin hjá løgtinginum at vita frá ÍSF, at tá hevði korona kostað ítróttinum í Føroyum níggju miliónir krónur í mistum inntøkum. Yvirskipað hevði ítrótturin tá mist 2,1 milliónir krónur í atgongumerkjasølu, 1,6 milliónir krónur í aðrari sølu, 3,3 milliónir krónur fyri tiltøk og 2 milliónir krónur í stuðli frá sponsorum. Tvey línuskip eru vesturi á rygginum og fiska tosk, svartkalva, blálongu og so nakað av lira. Trý skip eru vestanfyri og fiska tosk, hýsu, longu og brosmu, og eitt er sunnanfyri og fiskar mest av longu og brosmu. Og helst fer okkurt línuskip avstað í næstum. Sjey trolbátar eru til fiskiskap. Fimm eru á landleiðini og tveir uttanfyri. Bátarnir fiska mest av toski, hýsu, tungu, reyðsprøku, havtasku og so nakað av upsa. Tvey garnaskip fiska svartkalva, men fiskiskapurin er smáligur. Eitt fiskar havtasku, og hevur brúkiligan fiskiskap, sigur Fiskamarknaðurin. Ein nýggj bussleið gjøgnum Sundalagið, sum bøtir munandi um møguleikarnar hjá teimum ungu har at ganga á Miðnámi í Vestmanna, verður væntandi veruleiki til skúlabyrjan næsta ár. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum, hevur givið Strandfaraskipum Landsins boð um at skipa eina nýggju bussleið 350 millum Glasir og Vágar, sum hóskar betur til tímatalvuna hjá næmingunum, sum búgva í Vágum. Heldur ikki um vikuskiftið varð nakar tilburður av koronusmittu staðfestur, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. Úrslitið byggir á tilsamans 95.279 kanningar. Ætlanin er at byggja ein stovn, eitt sambýli, til 18 fólk við serligum avbjóðingum á Mýrini. Tvey sambýli vóru á Mýrini, men tey eru tikin niður, tí tey vóru í so ringum standi. Skipanaruppskotið um nýggja bústovnin á Mýrini var liðugt í september í fjør. Uppskot um verkætlan var liðugt í juli. Mett verður, at verkætlanin fer at kosta 40 42 milliónir krónur Hetta varð greitt eftir at luttakast var fyri løtu síðani. Eri eri øgiliga væl nøgdur, sigur Jákup á Borg við Kringvarpið. Longu tá tað vórðu eini 30 lið í pottinum, tosaðu vit um, at tað besta helst hevði verið at fingið teir á heimavølli. Tá tað so hendi, kann mann ikki vera annað enn nøgdur. So skal eg skunda mær at leggja afturat, at øll liðini í pottinum eru sterk, og tað er ikki soleiðis, at vit kenna okkum tryggar um at koma víðari, leggur B36 venjarin afturat. Dysturin skal spælast 17. september. Ikki fyrstu ferð B36 spældi eisini móti The New Saints í evropeiskum fótbólti í 2015. Tað var í undankappingini til Champions League. Ta ferðina tapti B36 báðar dystirnar, 4 1 á útivølli og 2 1 á heimavølli. The New Saints endaðu á 2. plássi í walisisku kappingini í fjør. Fleiri av spælarunum, sum hava borið VÍF seinastu árini, spæla ikki við í ár. Hinvegin er hópurin størri, enn hann hevur verið í nógv ár, og nýggi venjarin, Jóhan Hofgaard, ætlar sær undir at menna eitt nýtt lið. Tað var eitt ynski hjá felagnum, at kropsliga venjingin varð raðfest hægri, sigur Christoffur Gert Nielsen, venjari hjá Stjørnuni. Og tað er júst tað, sum nýggi venjarin hevur lagt seg eftir, saman við spælarunum. Vit eru munandi betur fyri í ár í mun til í fjør. Vit hava vant øgiliga hart og miðvíst móti hesum kappingarárinum, sigur Tóra Eliasen, ein av stuðulsspælarunum á liðnum. Tí eru vónirnar góðar, hóast týðandi spælarar frá liðnum í fjør ikki eru við í ár. Eitt endamál er at brúka genkanningar av virusinum til at greina, hvussu fólk eru smittað, sigur Debes H. Christiansen, deildarleiðari á Heilsufrøðiligu starvsstovuni Ætlanin er at kanna allar tilburðir, sum hava verið í Føroyum, men tað kann taka tíð. Ein greining kostar millum 50 og 70 túsund krónur B36 KÍ, 0 5 0 1 Tóra Mohr, 3 minuttir 0 2 Sanna Svarvadal, 61 minuttir 0 3 Evy á Lakjuni, 76 minuttir 0 4 Hervør Olsen, 83 minuttir 0 5 Durita Hummeland, 89 min. Talið er nógv vaksið síðani. Tað 16,7 prosent í mai, 24,5 í juni og í juli var nýtslustigið 71,8 prosent. Knappliga 72 av hvørjum 100 rúmum vóru leigað. Í dag er seinasti dagur, at tað ber til at fáa lønarískoyti eftir skipanini, sum varð sett í verk, tá koronukreppan tók seg upp fyrr í ár. Lønarhækkingin er á sama stgi, sum galdandi er fyri arbeiðsmarknaðin annars, og harafturat eru gjørdar onkrar tillagingar og dagføringar. EB Streymur HB, 1 0 1 0 Lea Lisberg, 44 minuttir NSÍ ÍVB, 2 2 0 1 Mary Ann Zachariassen, 9 minuttir 0 2 Jacoba Langgaard, 21 minuttir 1 2 Monika Samuelsen, 65 minuttir 2 2 Margunn Lindholm, 90 7 Prísirnir á sethúsum hækkaðu fleiri staðni í landinum fyrra hálvár, hóast Covid 19 kundi væntast at ávirka bjartskygnið hjá húsarhaldunum. Serliga eru sethús uttan fyri Havnina seld fyri hægri prís fyrra hálvár í ár, samanborið við meðalprísin í fjør, upplýsir Landsbankin í tíðindaskrivi. Fyrra hálvár hækkaðu prísirnir meir enn 10 í størru bygdunum og um 30 í smærri bygdunum og í Sandoynni og Suðuroynni, samanborið við meðalprísin í fjør. Í smáu bygdunum og í Sandoynni og Suðuroynni eru tó lutfalsliga fáar sølur, og tí skal lítið til fyri at ein einstøk søla dregur meðalprísin uppeftir. Í Havnini vóru prísirnir í 1. og 2. ársfjórðingi 20 lægri, enn í sama tíðarskeiði í fjør. Í øðrum ársfjórðingi lagaðu prísirnir seg tó aftur, og seinastu metingarnar vísa, at meðalprísurin nú nærkast 3,2 milliónir krónur í Havnini. Meðalprísurin fyri íbúðir í Havnini er hækkaður 400.000 krónur fyrra hálvár, samanborið við í fjør. Tá var meðalprísurin um tvær milliónir krónur. Fermetraprísurin fyri íbúðir í miðstaðarøkinum er nú 28.000 krónur Landsbankin heldur, at sum heild tykjast húsarhaldini ikki at vera so meint rakt fíggjarliga av koronusjúkuni. Tað kemur millum annað av, at inntøkugrundarlagið hjá fólki, ið hava verið heima, er tryggjað av almennum hjálparpakkum og við stuðuli frá bankunum, ið hava boðið sínum viðskiftafólki avdráttarskáa. Tað ger, at keypiorkan ikki broyttist fyrra hálvár. Tað samsvarar eisini við seinastu brúkarakanningina hjá Hagstovuni, ið vísir, at húsarhaldini ikki meta sína egnu fíggjarstøðu fara at versna, hóast útlitini fyri samlaða búskapin síggja verri út í treystikanningini hjá Hagstovuni, skrivar Landsbankin. Tað endaði við, at Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin skipaðu landsstýrissamgongu, við Bárði á Steig Nielsen sum løgmanni. Seinnapartin vóru Tórbjørn Jacobsen, Bjarni Djurholm og Jóannes Eidesgaard í sjónvarpsstovuni og gjørdu viðmerkingar um avrikini hjá samgonguni. Enn er ikki greitt, hvussu verður við grein 119 í revsilógini, sum sambært dómsvaldinum broyttist, tá hon varð umsett úr donskum til føroyskt. Ein maður varð frídømdur í Føroya rætti fyri at stoyta Red Bull orkudrykk á ein politist, tí hann kundi ikki dømast ella revsast eftir grein 119. Tað segði Eystari landsrætti eisini. Men maðurin varð kortini dømdur. Tað var sambært linaru harðskapsgreinini í revsilógini, grein 244. Kunngerðin hjá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni, sigur, at skeinkistøð skulu lata aftur í seinasta lagi klokkan 23, fer úr gildi á midnátt. Skeinkistøðini kunnu nú hava opið sum vant, men í býarlívinum í Havn eru tey á einum máli um at fara aftur til avtaluna, sum varð gjørd millum skeinkistøðini í vár. Har eru tey, sum ilskast um p básar við handikapmerki á, sum standa tómir, tá allir aðrir básar eru upptiknir, men soleiðis eigur tað at vera, sigur forkvinnan í MEGD, Tóra við Keldu, tí hesir básar eru til teirra, ið ikki megna at ganga langar teinar. Tilsamans vóru 31 umsóknir um stuðul til útoyggjamenning, og av teimum fáa 26 játtandi svar. Tað ger greitt, nú Umhvørvis og vinnumálaráðið hevur tikið støðu til stuðulsumsóknirnar, ið ráðið fekk áðrenn evstamarkið hálvan februar. Útoyggjar, sum koma undir hesa skipan, eru Fugloy, Svínoy, Kalsoy, Mykines, Hestur, Koltur, Skúvoy og Stóra Dímun. Harumframt skal millum annað greiðast frá hvat endamálið er við einstøku verkætlanini, hvussu hon verður framd í verki, og skal fíggjarætlan eisini fyriliggja. Heildarveitingin er tann sama sum í ár, 641,8 milliónir krónur. Harafturat koma 8,9 milliónir, tí sokallaða bonuspuljan er løgd niður og latin sum blokkur í staðin fyri. Heildarveitingin til Føroyar er tó lítil samanborin við ta grønlendsku. Hon verður næstan fýra milliardir næsta ár, góðar 30 milliónir krónur størri enn í ár. Í uppskotinum um fíggjarlóg sæst, at 700.000 krónur eru játtaðar næsta ár og 500.000 krónur í 2022, tí Ríkisumboðið skal umsita cpr nummarið, sum føroyingar fara at kunna søkja um, og lata fólki NemId og MitId. Tá hugsast kann, at aðrir altjóða felagsskapir fara at krevja tað sama, er sett av ein millión krónur til at veðhalda fyri limagjøldum hjá Føroyum og Grønlandi. Í ár, næsta ár og í 2022 kann Danmarks Innovationsfond lata 1,7 milliónir krónur um árið til teirra í Føroyum og Grønlandi, sum skriva phd ritgerð um vinnulív. Pengar eru settir av til tríggjar virðislønir, eina í Danmark, eina í Grønlandi og eina í Føroyum, til teirra, sum skriva serritgerð um ríkisfelagsskapin. Og forsætisráðharrin fær loyvi til at lata føroyska landskassanum helvtina av tí, sum sektir og konfiskasjón fyri ólógligt fiskarí við Føroyar geva. DR1 var við á innlandsísinum, tá tveir granskarar skuldu kanna, hvussu nógv innlandsísurin er tiðnaður í ár. Við á túrinum var Jan Arnskov, fotograftur. Innlandsísurin í Grønlandi fevnir um eitt øki á 1,8 milliónir fermetrar. Har ísurin er tjúkstur, er hann yvir tríggjar kilometrar djúpur. Í hesi sendingini hava vit spurt nakrar serfrøðingar og aðrar eygleiðarar um, hvussu teir síggja mótsetningarnar millum ymsu økini í landinum. Serliga við atliti til førda fiskivinupolitikkin seinnu árini, og hvørja ávirkan hesin hevur havt á føroyska samfelagið. Eitt nú millum høvuðsstaðarøkið, har flestu almennu tænasturnar eru, og norður eystur økið, har størsti parturin av fiskivinnuni liggur. Neyðsynjarakfør hava fingið loyvi at koyra gjøgnum Eysturoyartunnilin, sjálvt um hann ikki enn er latin upp fyri almennari ferðslu. Fýra ella fimm ferðir higartil hevur sjúkrabilur koyrt gjøgnum Eysturoyartunnilin í neyðsynjarørindum. Hóast sjúkrabilurin ikki kann koyra so skjótt gjøgnum tunnilin, so kann tað í ávísum førum stytta um tíðina at fáa sjúklingar á sjúkrahús, sigur Gunnar Hjelm. Flokkurin hevði fingið 28,5 prosent av atkvøðunum, ið er ein framgongd á 6,3 prosentstig frá løgtingsvalinum fyri einum ári síðan. Tað er nokk til 10 tingfólk. Stóra framgongdin hjá Javnaðarflokkinum gevur eisini andstøðuni meiriluta, hóast hin stóri andstøðuflokkurin, Tjóðveldi, gongur aftur í veljarakanningini. Tjóðveldi fær 16,4 prosent í kanningini, ið er ein afturgongd á 1,7 prosentstig. Í tingmannabýtinum minkar flokkurin úr 6 til 5 tinglimir. Næststørsti flokkur í kanningini er Fólkaflokkurin, ið fær 23,6 prosent, ið er 0,9 prosentstig minni enn á valinum. Flokkurin varðveitir tó sínar 8 tinglimir. Hinvegin hevur løgmansflokkurin, Sambandsflokkurin, eina afturgongd í bæði prosentum og tingmannatali. Í kanningini fær flokkurin 17,1 prosent, ið er ein afturgongd á 3,2 prosent og missir ein tinglim. Og sambært kanningini hevði Sjálvstýri mist sæti á tingi, um val var í dag. Flokkurin fær 2,8 prosent av atkvøðunum, ið er ein afturgongd á 0,6 prosentstig Eg kom fram við at ferðast í tilsamans 10 bilum, og allir bilførararnir vóru ymiskir og áhugaverdir, fortelur Napoleon Smith, sum minnst serliga væl tað eina parið, sum tók seg upp í teirra bil Eg legði alt fyri eitt merki til huglagið inni í bilinum. Tey høvdu kanska klandrast ella okkurt og vóru ikki heilt samd, hvørt eg skuldi við teimum ella ikki. Tá royndi eg bara at sita friðaligur á baksetrinum saman við hundinum, tey áttu, heldur Napoleon Smith skemtiliga fyri. Í morgunsendingini greiddi hann frá upplivingini at tumla úr Hirtshals til Marseilles. Harafturat sang og spældi hann saman við einum vinmanni ein franskan sang beinleiðis í sendingini. Føroyar og Bretland samráðast um fiskirættindi, nú Bretland er á veg úr ES. Sambært landsstýrismanninum í fiskivinnumálum er rammuavtalan um at verða liðug, og so er eftir at fylla hana við kvotum. Tað sigur Harry Jensen, borgarstjóri í Skúvoy, sum ongan útoyggjastuðul hevur fingið til nakra verkætlan í ár. Umhvørvis og Vinnumálaráðið hevur játtað 26 verkætlanum tilsamans 1,1 millión krónur. Størst tykist virkisfýsnið at vera í Norðoyggjum, tí 640.000 krónur, sum er 58 prosent av samlaða útoyggjastuðlinum, fara til verkætlanir í Fugloynni, Svínoynni og Kalsoynni. Borgarstjórin í Skúvoyar kommunu fegnast almikið um útoyggja stuðulin. Men Harry Jensen hevur eisini sæð onkrar avbjóðingar við mátanum, sum stuðulin verður latin, í sambandi við verkætlanir, hann hevur verið partur av. Í Eystur kommunu hava tey eisini verið í sambandi við privatar fyritøkur um at byggja íbúðir, men higartil uttan úrslit. Orsøkin er vantandi fígging. Ein morgun, tá Birita Olsen gjørdi heimaarbeiði, var samrøða í God morgen Danmark við kvinnu, sum læt øðrum kvinnum egg. Hetta kveikti áhugan hjá Biritu H. Olsen. Hon setti seg í samband við eina klinikk, og ein mánað seinni doneraði hon egg fyrstu ferð. Um eg var í støðuni, at eg ikki kundi fáa børn, hevði eg verið glað, um eg kundi fingið egg frá aðrari kvinnu, sigur 25 ára gamla føroyska kvinnan. Hon býr á Oyrasundi saman við unnusta og soni. Nógv spyrja, hvussu eg havi tað við at lata mínar ílegur víðari. Eg havi tó ikki nakað kensluligt samband við eggið, leggur hon aftrat. Hon veit, at tað er ein møguleiki, at barnið seinni í lívinum fer at vilja síggja, hvaðani eggið stavar. Tað skal barnið vera vælkomið til, sigur Birita H. Olsen, sum tó leggur aftrat, at hon ikki vil hava nakað kensluligt samband við mammu og barn. Tey liva sítt lív, og vit liva okkara lív. Vit í GÍ plagdu at at dyrka ymsar eurovision sangir, og hendan hjá Ísrael dyrkaðu vit serliga nógv. Hetta sigur Erland Tvørfoss, sum sjálvur var partur av GÍ hópinum, ið vann fleiri føroyameistaraheiti í 1990unum. Tað var seriga ein vinmaður hjá Erlandi, Alvi Justinussen, ið dugdi væl at syngja hesar sangirnar. Hann lærdi seg eisini versini í ísralska sanginum. Tá niðurlagið kom, sungu allir við. Jens Martin Kundsen, sum var málmaður í GÍ í 90unum, flutti seinni til NSÍ. Tá tók hann sangin við sær. Soleiðis kom tað í lag, at NSÍ byrjaði at brúka hann. Erland Tvørfoss sendi ein videoupptøku av syngjandi NSÍarum til ein vinmann í Ísrael. Hesin legði upptøkuna út á twitter, og tað hevði við sær, at upptøkan bleiv kend í Ísrael. Eisini teir báðir, ið sungu sangin í 1987, hava sæð hana. Søgan sigur, at tað kom óvart á teir, at sangurin verður sungin tann dag í dag í einum fjarskotnum oyggjasamfelag í Norðuratlantshavi. 12 skip landaðu 38 ferðir uttanlands, 15 ferðir í Íslandi, átta ferðir í Danmark og átta ferðir í Noregi, seks ferðir í Írlandi og eina ferð í Niðurlondum, upplýsir Vørn. Miðflokkurin hevur annars ikki havt serliga fjølbroytta umboðan, síðan flokkurin varð valdur í Løgtingið í 1994. Teir kunnu í grundini teljast á einari hond. Jenis av Rana, Tordur Niclasen og Bill Justinussen, sum allir vóru við til at stovna Miðflokkin, og Karsten Hansen, ið hevði eina trúðfastan veljaraskarða, tá ið hann flutti úr Tjóðveldisflokkinum yvir í Miðflokkin í 2006. Men nú verður spakuliga sett við. 24 ára gamli Steffan Klein Poulsen er í holt við at finna seg til rættis í føroyskum politikki sum fastur varamaður. Uppgávan er at fáa Føroyar innaftur av glíðibreytini og rákið uttaneftir steðgast, sum Miðflokkurin segði undir valstríðnum til løgtingsvalið í fjør. Men í Hvannasundi hava tey valt hann fyri at fáa tunnlarnar Norður um Fjall borðaðar. Í innslagnum luttaka Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður, Jóhann Lutzen, stjóri á Norðlýsinum, og Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum. Atkvøður í alt 243 Fossanes 86 Klaksvík 79 Tórshavn 19 Leirvík 9 Runavík 9 Strendur 8 Argir 6 Árnafjørður 4 Viðareiði 4 Fuglafjørður 3 Gøta 3 Eiði 2 Hósvík 2 Giljanes 1 Kirkja 1 Kollafjørður 1 Kunoy 1 Mikladalur 1 Skopun 1 Toftir 1 Tvøroyri 1 Vestmanna 1 Í gjárkvøldið segði Bogi Andreasen, formaður í Vinnunevndina í Tórshavnar kommunu, við Útvarpið, at Yantarnyy fór av Oyrareingjum í gjárkvøldið. Nú fýra ár eru liðin, síðan Ítróttarháskúlin í Suðuroy tók móti fyrstu næmingunum, er átroknandi tørvur á einum skúlabygningi til virksemið. Tað heldur í øllum førum Dennis Holm, borgarstjóri og stýrisfomarður í Ítróttarháskúlanum í Suðuroy. Áhugin fyri at ganga á ítróttarháskúlanum er stórur, og seinni í ár stendur næmingaheimið eisini liðugt, og tað gevur møguleikar fyri at taka móti fleiri næmingum. Men karmarnir til skúlavirksemið eru ov vánaligir. Tíðin er tískil búgvin til, at løgtingið játtar pengar á fíggjarlógini til ein skúlabygning til Ítróttarháskúlan í Suðuroy, so virksemið hjá skúlanum kann leggjast í tryggar kamar og góða gongdin hjá Ítróttarháskúlanum kann halda fram, sigur Dennis Holm. Hann vísir á, at lóggávan á økinum leggur upp til, at Ítróttaháskúlin skal koma við 50 prosent av fíggingini, og Landið skal so koma við hinum 50 prosentunum. Ein ítøkilig ætlan fyri ein skúlabygning, sum fer at kosta seks milliónir krónur, er longu klár, sambært Dennis Holm. Skal hon gerast veruleiki, noyðist løgtingið at játta tríggjar milliónir krónur á fíggjarlógini. Ítróttarháskúlin er longu klárur við sínum parti av fíggingini. Danska stjórnin, SF, Eindarlistin og flokkurin, Tey Radikalu, gjørdu í gjár eina søguliga avtalu um nýggja neyðtøkulóg. Framyvir skulu fólk tryggja sær, at allir partar eru samdir, tá ið fólk hava samlegu. Við øðrum orðum sex krevur samtykki . Hetta skal eisini innførast í Føroyum. Tað heldur Katrin á Neystabø, aðalskrivari í Amnesty. Hon heldur, at avtalan hjá donsku stjórnini og stuðulsflokkunum er góð, tí at nú fer mann frá eini lóggávu, sum byggir á harðskap ella tvang til eina lóggávu, sum byggir á samtykki. Katrin á Neystabø heldur eisini, at ein lóggáva, sum byggir á samtykki, hevur eitt sterkt signalvirði við sær, og at hon vónandi fer at leggja lunnar undir eina hugburðsbroyting í samfelagnum. Vit hoyra søgur um Pippi. Pippi Langsokkur býr í Villingaváli saman við apuni Nilla og hestinum. Betu vinir hennara eru Tummas og Annika. Pippi torir alt so væl, og so er hon so góð við øll, sum eru fitt. Nú eru søgurnar um Pippi 75 ára gamlar, og vit eru fleiri, sum hátíðarhalda Pippi. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2020. Astrid Lindgren skrivaði og Turið Sigurðardóttir týddi til føroyskt. Jensina Olsen lesur. Eisini fara børn í Sankta Frans skúla í Havn at siga sína hugsan, tí tey hava havt 75 ára føðingardag fyri Pippi. Vit hoyra søgur um Pippi. Pippi Langsokkur býr í Villingaváli saman við apuni Nilla og hestinum. Betu vinir hennara eru Tummas og Annika. Pippi torir alt so væl, og so er hon so góð við øll, sum eru fitt. Nú eru søgurnar um Pippi 75 ára gamlar, og vit eru fleiri, sum hátíðarhalda Pippi. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2020. Astrid Lindgren skrivaði og Turið Sigurðardóttir týddi til føroyskt. Jensina Olsen lesur. Eisini fara børn í Sankta Frans skúla í Havn at siga sína hugsan, tí tey hava havt 75 ára føðingardag fyri Pippi. Vit hoyra søgur um Pippi. Pippi Langsokkur býr í Villingaváli saman við apuni Nilla og hestinum. Betu vinir hennara eru Tummas og Annika. Pippi torir alt so væl, og so er hon so góð við øll, sum eru fitt. Nú eru søgurnar um Pippi 75 ára gamlar, og vit eru fleiri, sum hátíðarhalda Pippi. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2020. Astrid Lindgren skrivaði og Turið Sigurðardóttir týddi til føroyskt. Jensina Olsen lesur. Eisini fara børn í Sankta Frans skúla í Havn at siga sína hugsan, tí tey hava havt 75 ára føðingardag fyri Pippi. Men tað fóru nógvir tankar ígongd, tá ið fyrispurningurin kom til Gunvør Jonsdóttir og Hans Esbern Fuglø, starvsfólk á Barnaheiminum, um at flyta í serskilt hús saman við einum barni, sum varð testað positivt fyri korona. Men bæði tóku á seg hesa serligu uppgávu. Tá veljarin 10. november fer í valhølini at seta krossin í samband við kommunuvalið verður tað í 29 ymiskum kommunum. Og soleiðis hevur tað verið síðan 2012, tá borgararnir í gomlu Húsar kommunu fyri síðstu ferð fóru á val, áðrenn kommunan 1. januar 2017 legði saman við Klaksvíkar kommunu. Og nógv bendir á, at soleiðis verður tað eisini í 2024, tí síðstu árini hevur verið lítið og einki at frætt um kommunusamanleggingar. Men at spurningurin enn spøkir í politiski skipanini gjørdist greitt, tá Christian Andreasen, tingbólkaformaður hjá Fólkaflokkinum, undir viðgerðini av løgmansrøðuni á ólavsøku, mælti til at leggja kommunur saman um neyðugt við lóg. Christian Andreasen fær stuðul frá Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóra í Runavíkar kommunu, sum heldur, at politisku myndugleikin hevur eitt skot eftir í byrsuni at fáa kommunurnar at leggja saman. Og tað er skúlaøkið, ið hann væntar fyrr ella seinni verður lagt út til kommunurnar at umsita. Og tá er upplagt at krevja, at kommurnar hava eina ávísa stødd. Og Súsanna Olsen, námslektari í samfelagsvísindum, visir á, at royndirnar úr Danmark vísa, at kommunusamanleggingar hava roynst væl. Einasta rætta er at leggja kommunur saman við lóg, heldur Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík. Men hvørjir eru so fyrimunirnir og vansarnir við at leggja kommunur saman, spyrja vit Súsannu Olsen, námslektara í samfelagsvísindum á Fróðskaparsetrinum. Hvat gert tú, tá korona rakar fólk, sum hava brúk fyri stuðli og umsorgan alt samdøgrið Ta støðuna kom Almannaverkið í herfyri, tá eitt barn á Barnaheiminum fekk staðfest korona. Vit tosa við Gunvør Jonsdóttir og Hans Esbern Fuglø, sum tóku á seg hesa serliga uppgávu. Vit hoyra søgur um Pippi. Pippi Langsokkur býr í Villingaváli saman við apuni Nilla og hestinum. Betu vinir hennara eru Tummas og Annika. Pippi torir alt so væl, og so er hon so góð við øll, sum eru fitt. Nú eru søgurnar um Pippi 75 ára gamlar, og vit eru fleiri, sum hátíðarhalda Pippi. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2020. Astrid Lindgren skrivaði og Turið Sigurðardóttir týddi til føroyskt. Jensina Olsen lesur. Eisini fara børn í Sankta Frans skúla í Havn at siga sína hugsan, tí tey hava havt 75 ára føðingardag fyri Pippi. Vit hoyra søgur um Pippi. Pippi Langsokkur býr í Villingaváli saman við apuni Nilla og hestinum. Betu vinir hennara eru Tummas og Annika. Pippi torir alt so væl, og so er hon so góð við øll, sum eru fitt. Nú eru søgurnar um Pippi 75 ára gamlar, og vit eru fleiri, sum hátíðarhalda Pippi. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2020. Astrid Lindgren skrivaði og Turið Sigurðardóttir týddi til føroyskt. Jensina Olsen lesur. Eisini fara børn í Sankta Frans skúla í Havn at siga sína hugsan, tí tey hava havt 75 ára føðingardag fyri Pippi. Árligi fundurin ímillum danska uttanríkisráðharran Jeppe Kofod, sum kom til Føroya í gjár, og landstýrismannin í uttanríkismálum Jenis av Rana verður í dag. Jenis av Rana og Jeppe Kofod fara millum annað at fundast um trygdarstøðuna í Norðurhøvum, langtíðarætlan fyri arktiska arbeiðið hjá bæði Føroyum og Danmark og styrkt samstarv á uttanríkis og trygdarpolitiska økinum. Beinta Løwe í Tjóðveldi hevur skotið upp at játta tríggar milliónir krónur til trygdarútgerð til tunlarnar norður um Fjall og aðrar tunlar, har brúk er fyri trygdarútgerð. Tað eina uppskotið er um nýggja politiviðtøku fyri allar kommunur, og eitt annað er um vald og valdstól, so sum skotvápn, stavur, gass, hundar og piparsproyt, hjá politinum. Eitt uppskot um kunngerð er um bráðhald, detentsjón, hjá rúsaðum fólki. Uppskotið sigur millum annað, at børn yngri enn 12 ár kunnu ikki setast í bráðhald, og serligar reglur eru um børn yngri enn 15 ár. Ríkispolitiið hevur ábyrgdina av dátugrunninum. Bara fólk, sum hava fingið serstakt loyvi frá ríkispolitinum, hava atgongd til dátugrunnin. Skipið Gulf Livestock 1 flutti 5.867 neyt og varð statt vestan fyri oynna Amami Oshima í útsynning úr Japan, tá tað gjáramorgunin sendi út neyðarkall. Tað er ikki greitt, hví tað var í neyð, men vánaligt veður var á leiðini, í kjalarvørrinum av tropisku ódnini Maysak. Og illveðrið hevur tarnað leitingararbeiðnum. Skipið, sum siglir undir Panama flaggi, fór úr Ný Sælandi 14. august, og skuldi eftir ætlan koma til Kina næsta fríggjadag, skrivar japanska Kyodo News. Lógin um Búskaparráðið sigur, at ráðið ger árliga tvær konjunkturfrágreiðingar, sum verða almannakunngjørdar 1. mars og 1. september. Hanus Toftheyggj í Hvalba, sum var næstformaður, bleiv formaður síðst í apríl, tá Jákup Egholm Hansen legði frá sær, sigur, at hann hevur ikki avgjørt enn, um hann bjóðar seg fram sum formann. 30. apríl, 1997 Ta Qali Malta Føroyar, 1 2 1 0 Stefan Sultana, 8 minuttir 1 1 Øssur Hansen, 63 minuttir br. 1 2 Todi Jónsson, 90 minuttir Føroyar Jens Martin Knudsen Óli Johannesen Jens Kristian Olsen Pól Thorsteinsson Allan Mørkøre Henning Jarnskor Øssur Hansen Julian Johnsson Todi Jónsson John Petersen 8. juni 1997 Svangaskarð Føroyar Malta, 2 1 1 0 Uni Arge, 6 minuttir 2 0 Todi Jónsson, 41 minuttir 2 1 Gilbert Agius, 47 minuttir br. Føroyar Jens Martin Knudsen Henning Jarnskor Óli Johannesen Jan C. Dam Pól Thorsteinsson Øssur Hansen Allan Mørkøre Jens Kristian Hansen Julian Johnsson Uni Arge Todi Jónsson 7. september 2018 Tórsvøllur Føroyar Malta, 3 1 1 0 Jóan Símun Edmundsson, 31 minuttir 2 0 Ren Shaki Joensen, 38 minuttir 2 1 Michael Mifsud, 41 minuttir 3 1 Hallur Hansson, 52 minuttir Føroyar Gunnar Nielsen Viljormur Davidsen Atli Gregersen Sonni Ragnar Nattestad Hallur Hansson Brandur H. Olsen Gilli Rólantsson Sølvi Vatnhamar Jóan Símun Edmundsson Ren Shaki Joensen Gunnar Vatnhamar 20. november 2018 Ta Qali Malta Føroyar, 1 1 0 1 Ren Shaki Joensen, 3 minuttir 1 1 Juan Corbalan, 4 minuttir Føroyar Gunnar Nielsen Sonni Ragnar Nattestad Atli Gregersen Viljormur Davidsen Gilli Rólantsson Heini Vatnsdal Brandur H. Olsen Hallur Hansson Sølvi Vatnhamar Ren Shaki Joensen Jákup Thomsen 23. mars 2019 Ta Qali Malta Føroyar, 2 1 1 0 Kyrian Nwoko, 13 minuttir 2 0 Steve Borg, 77 minuttir br. 2 1 Jákup Thomsen, 90 8 minuttir Føroyar Gunnar Nielsen Viljormur Davidsen Atli Gregersen Hallur Hansson Brandur H. Olsen Gilli Rólantsson Sølvi Vatnhamar Rógvi Baldvinsson Odmar Færø Ren Shaki Joensen Jákup Thomsen 15. oktober 2019 Tórsvøllur Føroyar Malta, 1 0 1 0 Rógvi Baldvinsson, 71 minuttir Føroyar Gunnar Nielsen Viljormur Davidsen Atli Gregersen Heini Vatnsdal Hallur Hansson Brandur H. Olsen Sølvi Vatnhamar Rógvi Baldvinsson Jóan Símun Edmundsson Jóannes Bjartalíð Jóannes K. Danielsen 18. august 2004 Svangaskarð Føroyar Malta, 3 2 1 0 Jákup á Borg, 32 minuttir 2 0 Rógvi Jacobsen, 42 minuttir 2 1 Stefan Giglio, 52 minuttir 2 2 Michael Mifsud, 66 minuttir 3 2 Fróði Benjaminsen, 79 minuttir Føroyar Jens Martin Knudsen Súni Olsen Pól Thorsteinsson Jón Rói Jacobsen Rógvi Jacobsen Fróði Benjaminsen Julian Johnsson Jákup á Borg John Petersen Hjalgrím Elttør Óli Johannesen Trygdarstøðan í Norðurhøvum var á dagsskrá fyri fundin millum danska uttanríkisráðharran og føroyska landsstýrismannin í uttanríkismálum. Vit uppliva størri, hernaðarligt virksemi úr Russlandi. Tað er geopolitiski veruleikin, vit liva í, sigur Jeppe Kofod, uttanríkisráðharri. Og tað gjørdi uttanríkisráðharrin eisini so seint sum týsdagin, tá hann alment fordømdi, at eitt russiskt SU 27 stríðsflogfar fleyg inn í danskt loftrúm í Eystrasalti. Kofod upplýsti tá, at støðan kundi als ikki góðtakast, og donsk F16 stríðsflogfør vórðu send eftir russsiska flogfarinum. Flogførini vórðu sædd av norsku herstøðini í Bodø í Norra, har tvey F16 flogfør vórðu send eftir teimum. Og tey komu suður í bretskt loftrúm, vórðu tey møtt av tveimum Typhoon stríðsflogførum hjá bretska flogvápninum. Tí spurdu vit uttanríkisráðharran, um Danmark er ført fyri at ansa eftir føroyska loftrúminum, tá tílíkt kann fara fram, uttan nakra reaktión Tær 1,6 milliónir krónurnar, sum eru játtaðar til at lata sendistovu upp í Ísrael, skulu heldur brúkast til løna yngri læknum, soleiðis at teir kunnu virka í føroyska sjúkrahúsverkinum. Tað er størri tørvur á læknum í heilsuverkinum, enn einari sendistovu í Ísrael, sigur Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum. Tóri fekk eina harða byrjan uppá lívið og hevði sálarligar trupulleikar longu sum barn. Hann kom tíðliga út í misbrúk og kriminalitet og misti tamarhaldið á lívinum. Løgmaður vísir á, at málið hevur fingið drúgva umrøðu í Danmark, men tað hevur tað eisini fingið í Føroyum, við átakinum sex krevur samtykki. Til 1.september í ár fingu kommunurnar eina milliard og 370 milliónir krónur í fyribilsskatti, slakar 56 milliónir meira enn fyrstu átta mánaðirnar í fjør. Munurin er 4,25 prosent. Tað er ikki nøktandi, at Heilsutrygd ikki svarar einari áheitan um innlit í næstan sjey mánaðir, og ikki svarar Løgtingsins Umboðsmanni, LUM, fyrr enn fimm mánaðir eftir, at hann bað um eina frágreiðing. 7. februar fekk LUM eina kæru frá einum fólki, tí Heilsutrygd hevði ikki svarað eini áheitan um innlit í egið mál um heilsutrygdargjald, sum varð send 23. november í fjør. 10. februar bað LUM Heilsutrygd um eina frágreiðing um málið. Men frágreiðingin kom ikki, og tí minti LUM Heilsutrygd aftur á málið tann 13. mai. Ikki fyrr enn 20. juli boðar Heilsutrygd LUM frá, at innlit varð latið í part av málinum tann 17. juli, og at kærast kundi til Heilsu og Innlendismálaráðið. LUM ger vart við, at kærarin skuldi havt verið kunnaður um, at kærast kundi til nevndina í almanna , familju og heilsumálum í staðin. Løgtingsins Umboðsmaður ger vart við, at innlit skal latast sum skjótast, og í seinasta lagi 10 dagar eftir, at kæran er komin, skal kærarin hava at vita, hví svar ikki er komið, og hvat orsøkin er til tað. At Heilsutrygd ikki svarar eini umbøn um innlit er ikki nøktandi, og tað er heldur ikki nøktandi, at Heilutrygd ikki avgreiðir eitt slíkt mál eftir fimm mánaðum, og heldur ikki svarar LUM í sama tíðarskeiði. Jeppe Kofod, uttanríkisráðharri, sum er á vitjan í Føroyum í hesum døgum, bar seg undan at tosa um ein tilburð við tveimum russiskum stríðsflogførum í føroyskum loftrúmi fyrr í ár, tá útvarpið spurdi hann um tað í tíðindunum á middegi. Eftirlit er ikki við føroyska loftrúminum alla tíðina, og tí er væl hugsandi, at danir hava ikki vitað um, at bæði russisku flogførini vóru í føroyskum loftrúmi 13. mars. Fugloyingar standa spyrjandi, nú Strandferðslan í september fer at hava ein eyka tilkallitúr um dagin klokkan 18.30 til Svínoyar, men ikki til Fugloyar. Starting Over er heitið á fyrstu solo útgávuni við Páll Brim, sum mong munnu kenna sum ukelele leikara og sangara í bólkinum Danny og The Veetos. Fimm sangir á enskum málið eru á EP ini, sum Símun Dam hevur tikið upp, ljóðblandað og mastera í SimDam studio í Klaksvík. Russland er meira aktivt á hernaðarliga økinum. Tað staðfesti Jeppe Kofod, danski uttanríkisráðharrin, á tíðindafundi fyrrapartin. Og tað gjørdi uttanríkisráðharrin eisini so seint sum týsdagin, tá hann alment fordømdi, at eitt russiskt SU 27 stríðsflogfar fleyg inn í danskt loftrúm í Eystrasalti. Kofod upplýsti tá, at støðan kundi als ikki góðtakast, og donsk F16 stríðsflogfør vórðu send eftir russiska flogfarinum. Fyrr í ár síðst í februar og tíðliga í mars hendi nakað líknandi her um okkara leiðir. Tríggjar ferðir flugu tvey serútgjørd, russisk stríðsflogfør av slagnum TU 160 beint gjøgnum føroyskt loftrúm. Flogførini vórðu sædd av norsku herstøðini í Bodø í Norra, har tvey F16 flogfør vórðu send eftir teimum. Og tá tey nærkaðust Norðsjónum og bretskum loftrúmi, vórðu tey møtt av tveimum Typhoon stríðsflogførum hjá bretska flogvápninum. Flogførini fylgdu teimum suður fram við skotsku vesturstrondina og móti Írland til tey komu til Biskeiavíkina, har tey vendu og settu kós norður móti Russlandi. Talan var um triðju ferð innan eina viku, at norsk og bretskt stríðsflogfør vóru send eftir russiskum flogførum úr herstøðini í Bodø. Tað sama hendi 7. og 11. mars, tá tvey russisk TU 141 flogfør flugu eina líknandi rutu. Hetta er váttað í fleiri altjóða miðlum. Eisini vísa mátingar yvir farleiðirnar hjá russsiku flogførunum, at tey vóru í føroyskum loftrúmi. Men Jeppe Kofod hevði onga viðmerking um tilburðirnar í mars, tá hann bleiv spurdur um tað. Ein orsøk kann vera, at danir einki kenna til tilburðin. Tað sigur Peter Viggo Jakobsen, lektari á danska verjuakademinum, ið sigur at tað er so sum so við eftirlitinum við føroyska loftrúminum. Í síðstu viku herdi Eystari Landsrættur dómin móti einum 60 ára gomlum manni, sum í 90 unum framdi kynsligan harðskap móti fýra gentum, sum vóru ímillum fýra og sjey ára gamlar. Maðurin var í september í fjør dømdur í Føroya rætti eitt ár og tríggjar mánaðar treytaða fongsulsrevsing fyri at hava havt annað kynsligt samband enn samlegu við trimum av gentunum. Dómurin endaði í landsrættinum, sum nú hevur hert revsingina til hálvtannað ára treytaða fongsulsrevsing. Umframt hetta, skal maðurin vera undir eftirliti hjá kriminalforsorgini í tvey ár. Ein av kvinnunum, sum maðurin er dømdur at hava gjørt seg inn á, er 29 ára gamla Malan Vitalis Joensen av Tvøroyri. Hon greiðir nú frá hvat tað var, sum fekk hana at melda málið nøkur og 20 ár eftir hon var fyri hesum brotsgerðum. Tað var tungt og hart, men eisini gott at umsíðir taka stríðið upp og berjast fyri rættvísi, sigur Malan Vitalis Joensen. Málið hjá Maluni Vitalis Joensen og hinum kvinnunum varð roynt í tveimum rættum. Ákæruvaldið kærdi dómin í Føroya Rætti til Eystara Landsrætt, tí ein prinsipiellur spurningur mátti avgreiðast, helt ákæruvaldið. Tá Føroyar fóru niður í ferð, fór gerandisdagurin hjá flestu føroyingum eisini í eina heldur óvanliga legu, tí flestu okkara sluppu ikki til arbeiðis sum vanligt er. Hvussu arbeiðslívið hjá føroyingum broyttist hevur Annika Helgadóttir Davidsen, ph.d og granskari á deildini fyri Arbeiðis og Almannaheilsu, kannað seinastu mánaðirnar. Kanningin er ikki liðugt greinað enn, men Annika Helgadóttir Davidsen hevur tók nakrar fyribils niðurstøður nú. Yvir 70 prosent av teimum yvir 1300 spurdu søgdu, at teirra arbeiðsdagurin var nógv broytt undir korona, og tað merkir millum annað, at trivnaðurin var neiliga ávirkaður av broyttu umstøðunum. Men tað eru eisini fólk, sum í kanningini hava víst á jaligar fylgjur av koronafarsóttini. Hoyr samrøðu við Anniku Helgadóttir Davidsen, og orðaskifti við Regin Marnerson, stjór á Skúlanum á Fløtum og Niels Christian Nolsøe, stjóra á Jarðfeingi, við at trýst á pílin undir myndini. Kommunal bústaðarbygging bindur nógvan pening og tað eru fleiri kommunur, sum ikki hava ráð at byggja bústaðir til fólk, sum eru 60 ár og eldri. Trygdarstøðan í Norðurhøvum var á dagsskrá fyri fundin millum Jenis av Rana og Jeppe Kofod fyrr ídag. Vit tosa við Jeppe Kofod, uttanríkisráðharra Jenis av Rana, landsstýrismann í uttanríkismálum Flemming Splidsboel Hansen, granskara í russiskum viðurskiftum og trygdarmálum hjá Dansk institut for internationale studier og Peter Viggo Jakobsen, lektara á danska verjuakademinum. Í síðstu viku herdi Eystari Landsrættur dómin móti einum 60 ára gomlum manni, sum í 90 unum framdi kynsligan harðskap móti fýra gentum, sum vóru ímillum fýra og sjey ára gamlar. Maðurin var í september í fjør dømdur í Føroya rætti eitt ár og tríggjar mánaðar treytaða fongsulsrevsing fyri at hava havt annað kynsligt samband enn samlegu við trimum av gentunum. Dómurin endaði í landsrættinum, sum nú hevur hert revsingina til hálvtannað ára treytaða fongsulsrevsing. Umframt hetta, skal maðurin vera undir eftirliti hjá kriminalforsorgini í tvey ár. Vit tosa við Maluna Vitalis Joensen, ið var ein av kvinnunum, ið meldaði mannin, og eisini tosa vit við Lindu Hesselberg, ákæra, sum kærdi dómin í Føroya rætti til Eystara landsrætt. Tá Føroyar fóru niður í ferð, fór gerandisdagurin hjá flestu føroyingum eisini í eina heldur óvanliga legu, tí flestu okkara sluppu ikki til arbeiðis sum vanligt er. Vit tosa við Anniku Helgadóttir Davidsen, granskara á deildini fyri Arbeiðis og Almannaheilsu, sum hevur kannað, hvussu arbeiðslívið hjá føroyingum broyttist. Eisini tosa vit við Niels Christian Nolsøe, stjóra á Jarðfeingi, og Regin Marnerson, stjóra á Skúlanum á Fløtum í Havn, um hvussu korona broytti teirra arbeiðspláss. Heitið er Kvinna Við Róðrið, og tað var Benhardina Klein, dóttir listamannin, sum avdúkaði standmyndina. Myndaevnið er upprunaliga gjørt úr gipsið í 1975 av Fridtjofi Joensen sjálvum. Tað var á ynskilistanum hjá Jenisi av Rana, landsstýrismanni í uttanríkismálum, tá ið hann í dag tók ímóti danska uttanríkisráðharranum, Jeppe Kofod. Jenis av Rana og Jeppe Kofod fundaðust í Tinganesi fyrrapartin, har teir millum annað umrøddu trygdarstøðuna í Arktis, møguleikan hjá Føroyum at hava meira at siga á uttanríkispolitiska pallinum og samstarvið millum Føroyar og Danmark á hesum øki. Í dag klokkan eitt fer freistin at koma við umsóknum um undangóðkenning til at geva tilboð upp á høvuðsarbeiðstøkuna í sambandi við bergholini norður um Fjall. Umframt makrelin, sum føroysk skip hava fiskað, hava Pelagos í Fuglafirði og Faroe Pelagic í Kollafirði eisini tikið móti nakað av makreli frá útlendskum skipum. Vit hava keypt nakrar lastir frá útlendskum skipum fyri at hava nóg mikið av arbeiði á virkinum, sigur Fríðin Ziskason, virkisleiðari á Pelagos. Varðin Pelagic hevur næstan bara keypt fisk frá sínum egnu skipum, sum hoyra til Varða samtakið. Tó hevur Fagraberg eisini landað eina ferð á Tvøroyri. Sambært forstjóranum í Minesto, sum SEV samarbeiðir við um sjóvarfalsorkuverkætlanina, eru týðandi framstig gjørd, og týðandi úrslit eru fingin til vega av tí arbeiði, sum higartil er gjørt í Vestmannasundi. Arbeiðið at umvæla tjóðurskipanina á drekanum fer tó at taka nakrar vikur aftrat, og tí verður drekin ikki settur útaftur fyrr enn um miðjan oktober. SEV boðar eisini frá, at Minesto hevur gjørt mátingar av sjóvarfalsviðurskiftum aðrastaðni í Føroyum, við tí í hyggju at finna hóskandi øki til eina møguliga størri verkætlan við sjóvarfalsorku. Herfyri upplivdi Anna Maria Nolsøe Ragnarsdóttir, hvussu góðhjartaðir føroyingar kunnu vera. Sonurin Pravin, sum hevur heilasvinn, hevur stóran áhuga í bilum, lastbilum og knallertum. Tá ið Pravin hevði 18 ára føðingardag herfyri, koyrdu ein ørgrynna av fólki framvið og heiðraðu hann á stóra degnum. Í morgin, 5. september, er altjóða vælgerðardagur og tí varpaði morgunsendingin ljós á góðar gerðir í morgun. Hoyr Onnu Mariu greiða frá. Tað segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í løgtinginum mikudagin, tá hann varð spurdur um, hvat hann og Mette Frederiksen, forsætisráðharri, tosaðu um, tá tey hittust í Keypmannahavn herfyri. Í 2019 fekk umboðsmaðurin 72 klagur, 59 teirra vórðu avgreiddar fyri nýggjár. Harumframt vórðu avgreiddar 18 klagur frá undanfarnum árum. Um niðurstøðan hjá Løgtingsins umboðsmanni er, at umsitingin hevur framt álvarsligt mistak ella vansketni, skulu formansskapurin í løgtinginum, løgmaður, avvarðandi landsstýrisfólk og ella kommunustýri hava boð um tað. Umboðsmaðurin skal eisini boða løgtinginum og avvarðandi landsstýrisfólki frá, um funnin eru lýti í galdandi lógum, fyriskipanum ella umsitingarligum avgerðum. Eingin slík fráboðan er latin løgtinginum í 2019. Tað kemur ikki óvart á Poul Michelsen, fyrrverandi landsstýrismann í uttanríkismálum, at tvey russisk bumbuflogfør vóru yvir Føroyum í mars í ár. Tá ið Poul Michelsen var landsstýrismaður í uttanríkismálum, vitjaði amerikanski ráðharrin fyri herflotan, Ray Mabus, í Føroyum, og tá varð Poul Michelsen kunnaður um øktu ferðsluna kring Føroyar. Poul Michelsen sigur, at ta tíðina, hann var landsstýrismaður, vórðu føroyskir myndguleikar bara eina ferð kunnaðir um eina ítøkiliga hending. Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, hevur sagt, at tað eru alt ov nógvar smáar kommunur í Føroyum, sum ikki megna at lyfta uppgávuna, nú fleiri øki eru løgd til kommunurnar at umsita, og fleiri øki kanska koma aftrat. Men tað merkir ikki, at hesi russisku flogførini ikki hava verið yvir Føroyum. Tað merkir bara, at danska verjan ikki veit um tað er so í hesum ítøkiliga førinum. Sóttarhaldsreglurnar í Íslandi hava fingið felagið hjá Gunnari Nielsen, FH Hafnarfjørður, at senda boð eftir málverjanum at koma aftur til Íslands, og tí verður hann ikki við í dystinum móti Andorra. Tað er sjálvandi sera harmiligt, at eg ikki kann vera við til dystin í Andorra, men tað er ikki so nógv at gera við tað. Eg eri sera glaður fyri, at vit fingu ein sigur í gjár, og eg eri eisini vísur í, at liðið nú fer til Andorra, og klárar seg væl, sigur Gunnar Nielsen við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandi Føroya. Talið av fólkum í Íslandi, sum søkja um hjálp hjá vælgerandi felagsskapum orsakað av fátækradømi og arbeiðsloysi veksur skjótari enn felagsskapirnir klára at handfara tað. Familjuhjálpin í Íslandi ger sítt ítasta fyri at veita teimum hjálp, og hjá íslendsku Neyðhjálp fólkakirkjunnar er eftirspurningurin eftir hjálp vaksin við 40 prosentum eftir bert fáum mánaðum. Vit hokna skjótt undir trýstinum bæði fíggarliga og eisini starvsfólkið hjá okkum. Vit eru ein lítil felagsskapur og klára nóg illa støðuna, sum hon er nú, tíverri, sigur Vilborg Oddsdóttir, samskiftisfólk hjá Neyðhjálp fólkakirkjunnar. Hetta er ein bólkur, sum livir í ringasta fátækradømi, og umframt fátækradømi, hava tær heldur einki netverk. Tær hava onga mostur ella ommu ella mammu, sum kann læna teimum eitt oyra at keypa fyri. Tær hava ongan góðan, sigur Vilborg við íslendska kringvarpið. Hetta eru kvinnur, sum eru gongsgentur, telefongentur og køksstarvsfólk á matstovum og gistingarhúsum. Nichole Mosty, forkvinna í íslendska felagsskapinum fyri kvinnur av útlendskum uppruna, sigur, at støðan hevur ongantíð verið so ring. Nógvar kvinnur venda sær til felagsskapin. Fyrr spurdu kvinnurnar, hvussu tær kundu koma víðari í Íslandi ella hvussu tær kundu førleikamenna seg. Men nú spyrja tær, hvussu tær fáa arbeiði. Hjá øðrum er trupult at sleppa heimaftur orsakað av koronu og arbeiðsloysi í heimlandinum. Fólk vilja vera her, og vit tosa um ein sterkan og dugnaligan bólk av kvinnum, sum ikki vilja sita fastar í skipanini, men vilja arbeiða, sigur Nicole við íslendska kringvarpið, RÚV. Millum annað Jens Stoltenberg, aðalskrivari í NATO, Angela Merkel, samveldiskanslari í Týsklandi, og Jeppe Kofod, danskur uttanríkisráðharri. Í gjárkvøldið sendi rektarin á Glasi ein teldupost til øll, ið hava sína vanligu gongd í skúlanum. Í skrivinum finst rektarin at einum lista, sum hevur verið í umferð millum lærlingar og næmingar. Á hesum listanum verður mett um, hvørjir flokkar, næmingar og starvsfólk við navni eru eggiligast ella lekkrast , sum tey rópa tað. At leiðslan á Glasi fekk kunnleika um málið, hevur við sær, at rektarin nú hevur sett eina innanhýsis kanning í verk, sum hevur til endamáls at staðfesta hvør stendur handan listan. Sambært rektaranum er happing ikki ókent í føroyskum skúlum heldur ikki í miðnámsskúlum. Men hetta slagið av happing, hevur rektarin ikki sæð fyrr. Tá kanningarnar eru komnar longur áleiðis, fer leiðslan á Glasi at taka støðu til hvørji stig skulu takast fyri at forða fyri, at slíkt hendir aftur. Á fundinum kunnaði Kaj Leo Holm Johannesen um, at tað er ein trupulleiki hjá føroyingum, sum starvast í Noregi, at Føroyar standa á reyða listanum. Kaj Leo Holm Johannesen vendi sær tí beinleiðis til norska heilsumálaráðharran við eini áheitan um at taka Føroyar av reyða listanum hjá Noregi. At Føroyar eru á hesum listanum ger tað óneyðuga tvørligt hjá okkara sjófólki og øðrum føroyingum, sum arbeiða í Noregi sigur sigur Kaj Leo Holm Johannesen. Føroyar komu á tann reyða listan í Noregi tíðliga í august eftir, at fleiri tilburðir av koronu vórðu staðfestir. Tað merkir, at føroyingar, sum fara til Noregs, skulu í sóttarhald í tíggju dagar, og samstundis mælir uttanríkisráðið í Noregi, norðmonnum frá at fara til Føroyar uttan í heilt serligum ørindum. Síðani er talið av smittutilburðum í Føroyum minkað aftur munandi, men enn eru Føroyar ikki tiknar av listanum aftur, skrivar in.fo í dag. Stjórin fyri Føroya Tele síðani í 2015, hevur nú sagt seg úr starvi. Í gjár skrivaði Dimmalætting, at bæði Jan Ziskasen, stjóri í Føroya Tele, og Ómar Svavarsson, nevndarformaður, í gjár boðaðu landsstýrinum frá, at teir leggja frá sær í samtakinum. Tað eru ætlanirnar hjá samgonguni um at sundurskilja netpartin frá telepartinum hjá Føroya Tele, sum er ein av orsøkunum, skrivar Jan Ziskasen í skrivi sent starvsfólkunum. Ognarliga sundurskiljingin av NET stendur í samgongurskjalinum hjá sitandi samgongu. Jan Ziskasen skrivar, at hesar ætlanirnar hava, síðani nýggja samgongan kom til, órógvað virksemið og ætlanir hjá Føroya Tele samtakinum nógv. Millum annað hevur eigarin, sum er Føroya Landsstýri, ynskt broytingar í nevndarsamansetingini í NET, sum hava ávirkað mítt innlit og ábyrgd av felagnum, skrivar Jan Ziskasen. Jan Ziskasen skrivar, at sum stjóri í Føroya Tele samtakinum, hevur hann ábyrgd av øllum dóttirfeløgunum, herundir eisini NET, sum hann ikki longur sitir í nevndini fyri. Hetta eru broytingar, sum Jan Ziskasen sigur seg ikki verða samdan við, og sum gera at hann sigur seg úr starvi. Hyggja vit nærri eftir nevndarsamansetingini í dóttirfelagnum hjá Føroya Tele, sum nú eitur NET, so sat Jan Ziskasen í nevndini fram til í vár, tá ið landsstýrsmaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, valdi eina aðra samanseting av nevndini, og harvið koyrdi Jan Ziskasen úr nevndini. Tað er sambært skrivinum hjá Jan ZIskasen sjálvum til starvsfólkini í felagnum, ein av orsøkunum til, at hann nú hevur lagt frá sær. Jørgen Niclasen vil hava Jan Ziskasen og Ómar Svavarsson aftur í starv, sigur hann, men Jørgen Niclasen vil ikki svara upp á, um hann vil ganga ynskinum hjá Jan Ziskasen á møti, um at lata samtaksstjóran sita í nevndini hjá dóttirfelagnum NET, um so er, at Jan Ziskasen skuldi tikið uppsøgnina aftur. Jan Ziskasen varð settur sum samtaksstjóri fyri Føroya Tele 1. november 2015. Hann sigur í skrivinum til starvsfólkini, at hann heldur fram sum samtaksstjóri til nærri verður kunnað. Ómar Svavarsson, nevndarformaður fyri Føroya Tele samtakið, hevur eisini sagt seg úr nevndini. Í skrivinum sent starvsfólkunum stendur eingin nærri frágeiðing um, hvørt orsøkirnar hjá nevndarformanninum fyri at siga seg úr starvi, eru tær somu sum hjá samtaksstjóranum. Ómar Svavarsson varð valdur í nevndina fyri Føroya Tele í 2015, har hann øll árini hevur sitið sum nevndarformaður. Ein av fyrstu arbeiðssetningunum hjá Ómar var at seta nýggjan stjóra sum varð Jan Ziskasen. Í fleiri ár hava íbúgvar í Ánunum gjør vart við áhaldandi gangin frá skipum, ið liggja við kai í Norðhavnini. Seinastu trý árini er larmurin vorðin harðari, og íbúgvar hava óteljandi ferðir vent sær til kommunu og myndugleikar, men einki hendir. Jambalaja er aftur eftir summarsteðgin. Vit taka aftur í nakrar av útgávunum frá í summar. Millum annað nýggju fløgurnar hjá Willie Nelson, Bill Anderson og Halli Joensen. Fyrr í dag hoyrdu vit Rúnu Sivertsen, sum býr omanfyri keiøkið í Ánunum, greiða frá, at seinastu trý árini er larmurin vorðin harðari, og íbúgvar hava óteljandi ferðir vent sær til kommunu og myndugleikar, men uttan úrslit. Borgarstjórin í Klaksvíkar Kommunu, harmast um, at borgarar ikki kenna seg hoyrdar tá tað kemur til gang frá skipum, sum liggja við kai í Norðhavnini og hann lovar bata. Topleiðslan í Føroya Tele hevur lagt frá sær orsøkirnar eru tvinnar øðrumegin kennir leiðslan seg avmonteraða av landsstýrismanninum í fíggjarmálum, tá ið Jan Ziskasen í vár varð koyrdur úr nevndini í dóttirfelagnum hjá Føroya Tele, P F NET. Hinumegin sigur Jan Ziskasen seg ikki taka undir við tí politisku kós, sum landsstýrið hevur stungið út í kortið, um at sundurskilja NET heilt frá Føroya Tele. Vil ikki lova nevndarsess Felagið NET er í dag eitt dóttirfelag hjá Føroya Tele. Fram til í vár hevur samtaksstjórin í Føroya Tele, Jan Ziskasen, sitið í nevndini fyri NET, men í vár varð hann koyrdur úr nevndini. Í nevndini sita nú Hákun Steingrímsson, Birgir Nielsen, Gudny Langgaard, stjóra í Nema og Ómar Svavarson, nú fyrrverandi nevndarformaður í Føroya Tele samtakinum. Umskipanin av nevndini í NET, sum kostaði Jan Ziskasen sín sess, er ein av orsøkunum til, at Jan Ziskasen leggur frá sær. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, segði við útvarpið á middegi, at hann ynskir, at samtaksstjórin og nevndarformaðurin fyri Føroya Tele taka uppsagnirnar aftur. Men beinleiðis spurdur um hann vil endurskoða nevndina í NET og lata samtaksstjóran sín sess aftur, um so er, at Jan Ziskasen gongur við til at taka uppsagnina aftur, vil Jørgen Niclasen ikki svara. Í samgonguskjalinum stendur Fyri at tryggja javnbjóðis kapping á fjarskiftismarknaðinum verður farið undir fulla ognarliga sundurskiljing av almenna fjarskiftisnetinum. Jan Ziskasen og Ómar Svavarson hava ikki vilja gjørt samrøðu um hetta málið í dag. Men í skrivi sent starvsfólkunum greiðir Jan Ziskasen frá, at tað er júst hesin setningurin í samgonguskjalinum, sum hann sigur seg ikki taka undir við, og sum hann sigur hevur órógvað arbeiðið hjá Føroya Tele sera nógv síðani hendan samgongan tók við. NET er eitt alment partafelag, hvørt aðalmál er at bjóða javnbjóðis tænastu til báðar og allar telefyritøkur á marknaðinum. Hóast NET hevur til endamáls at tryggja javnbjóðis tænastu og atgongd til báðar televeitararnar á marknaðinum, so sigur samgonguskjalið seg vilja tryggja kapping á økinum við at loysa NET heilt frá Føroya Tele Forkvinnan í Vinnunevndini í Løgtinginum, Bjørt Samuelsen, setir í dag spurnartekin við, hví landsstýrið ikki brúkar onnur amboð til at tryggja kapping, tá nú netið longu liggur í einum serskiltum felag, og hon spyr, hvussu tað skal gagna kapping á økinum, at loysa NET fullkomiliga frá Føroya Tele. Jørgen Niclasen ásannar, at tá netið longu liggur í einum serskiltum felag, so átti tað at borga fyri kapping. Hann sigur seg kortini vilja hava eina loysn sum tryggjar kapping, og sum báðir partar tað eru Nema og Føroya Tele kunnu liva við, men júst hvat tað inniber fyri Føroya Tele og NET er ógreitt. Ikki loftborið net Felagið NET hevur einans ræðið á fibur og kobarneti, also tí landborna netinum, meðan alt tað, sum eitur loftborið net, 3g, 4g og framtíðar 5g liggur hjá felagnum FT Samskifti, sum Føroya Tele samtakið hevur fult ræði á. Jørgen Niclasen sigur, at ætlanirnar hjá samgonguni ikki fevna um tað loftborna netið, men einans um landborna netið. Tað merkir so, at Føroya Tele framvegis kann útbyggja sítt 5g net fyri seg, og Nema sítt 5g net fyri seg, tí almenna felagið NET skal einans hava við fibur og kobarnet at gera, óansæð hvussu felagið verður skipað framyvir. Vígdis Sigmundsdóttir er fødd á Tvøroyri, men flutti til havnar við foreldrunum Sigmund Petersen og Herborg í Búri sum fimm ára gomul. Umframt at velja sangirnar í sendingini greiðir Vígdis frá síni lívsleið. Vit hoyra um familjuna og barnaárini undir krígnum í Havn og Skopun, ungdómsárini á háskúla, húsholdningskúla og seinni sjúkrarøktarfrøðingarskúla í Danmark. Aftaná lokna útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur í Randers fekk Vígdis starv á operationsdeildini í Randers Central Sygehus. Tað var í hesum tíðarskeiði, at hon møtti sínum lívs kærleika, Ole Munksgaard Nielsen, og saman bygdu tey Bakkehuset uttanfyri Randers. Har búleikaðust tey saman við tvillingasynum teirra og fleiri ymiskum húsdjórum, líka til Ole gjørdist sjúkur og doyði í 1983. Tá flutti Vígdis aftur til Føroyar og fekk eitt nýupprættað starv sum innkeypari á Landsjúkrahúsinum. Hon innførdi nýggjar hættir at forsýna tær ymisku deildirnar og arbeiddi á LSH í 16 ár, til hon fór frá vegna aldur í 1997. Hóast hon er vorðin 86 ár er Vígdis Sigmundsdóttir enn virkin myndlistakvinna, og fyri tíðina er hon við á framsýning í Salt á Tvøroyri. Hósdagin tryggjaði Brandur Hendriksson Olsen Føroyum øll stigini í evstu løtu móti Malta á Tórsvølli, tá hann skeyt fríspark upp í málhornið. Ta ferðina fingu Føroyar fýra stig burtur úr teimum báðum dystunum, men á Estadi Nacional endaði málleyst móti einum verjukendum og treiskum liði. Gerhard Jónsson Mikkelsen gjørdist kandidatur í gudfrøði á teologiska fakultetinum í Keypmannahavn í 2014, og seinastu seks árini hevur hann verið sóknarprestur í Karlslunde Strandkirke í Keypmannahavn. Viðurskiftini á dagstovnunum kring landið verða nú aftur, sum tey plaga at vera, sigur Kommunufelagið, sum hevur ráðført seg við Koronuráðgevingina. Tað ber í sær, at ongar avmarkingar vera hjá børnunum at spæla saman, og starvsfólk kunnu eisini flyta ímillum stovur uttan avmarkingar. Almennu tilmælini um reinføri skulu kortini haldast. Børn og vaksin skulu vaska sær um hendurnar, tá tey koma á stovnin, og annars eftir tørvi. Hondspritt eigur eisini at verða tøkt at brúka gjøgnum dagin, og eisini er neyðugt, at dagstovnurin verður vaskaður væl og javnan, sigur Kommunufelagið. Løgreglan gjørdi eisini ferðmátingar í gjárkvøldið. Ein bilførari misti koyrikortið, tí hann koyrdi 98 kilometrar um tíman á Glyvursvegnum á Argjum. Smittutilburðirnir í Danmark vaksa, og tað eru Odense og nakrar kommunur vestan fyri Keypmannahavn, sum eru meinast rakt, skrivar danska kringvarpið. Starvsfólk á sjúkrahúsum og ellis og røktarheimum verða javnan kannað fyri koronu, og fleiri næmingar og lesandi eru send til hús í sóttarhald, til dømis eru 1.000 læraralesandi í Odense biðin um at fara til hús. Heilsumyndugleikarnir halda eyga við støðuni, og í morgin fara teir kanska at seta fleiri tiltøk í verk, sigur danski heilsumálaráharrin, Magnus Heunicke. 25. mars 2017 Estadi Nacional Andorra Føroyar, 0 0 Føroyar Gunnar Nielsen Jónas Tór Næs Viljormur Davidsen Atli Gregersen Hallur Hansson Kaj Leo í Bartalsstovu Gilli Sørensen Sølvi Vatnhamar Jóan Símun Edmundsson Jóhan Troest Davidsen Páll Klettskarð 3. september 2017 Tórsvøllur Føroyar Andorra, 1 0 1 0 Gilli Sørensen, 31 minuttir Føroyar Gunnar Nielsen Jónas Tór Nær Viljormur Davidsen Atli Gregersen Odmar Færø Fróði Benjaminsen Gilli Sørensen Sølvi Vatnhamar Jóan Símun Edmundsson Rógvi Baldvinsson Ren Shaki Joensen Sálmar 684 Tøkk fyri dagin nýggja 69 Jesus, kom og ver hjá mær 37 Hvar Guð vil, glaður fari eg 667 Tú, sum elskar okkum, sum vit eru 666 Á knæ í bøn og tøkk til tín Marjun í Kálvalíð prestur prædikar, Dánial Petur Hansen er deknur, við orglið situr Bjarki Johannesen og klokkari er Heðin Samuelsen. Tøkningur í kirkjuni er Høgni Fagraberg. Venjararnir, H kan Ericson, høvuðvenjari, og Eli Hentze, hjálparvenjari, hava gjørt tvær broytingar í byrjunaruppstillingini til dystin móti Andorra, í mun til dystin ímóti Malta. Teitur Matras Gestsson avloysir Gunnar Nielsen í málinum, og Patrik Johannesen kemur inn fyri Meinhard Egilsson Olsen, og skal spæla aftanfyri fremsta mannin, Klæmint A. Olsen. Føroyska byrjanaruppstillingin sær soleiðis út Teitur Matras Gestsson verður í mál, og í verjuni vera Jóannes Kalsø Danielsen, Sonni Ragnar Nattestad, Heini Vatnsdal og Viljormur Davidsen. Á miðvøllinum vera Sølvi Vatnhamar, Brandur Olsen, Hallur Hansson og Jóannes Bjartalíð, og í álopinum frá byrjan vera Patrik Johannesen og Klæmint Andrasson Olsen. Eykaspælarar Tórður Thomsen, Kristian Joensen, Heri Hjalt Mohr, Daniel Johansen, Heðin Hansen, Odmar Færø, Adrian Justinussen, Dan í Soylu, Gunnar Vatnhamar, Andras Lava Olsen, Meinhard Egilsson Olsen og Jákup Biskopstø Andreasen. Dysturin byrjar klokkan 14.00. KVF byrjar at senda í sjónvarpinum klokkan 13.40 Farmaskipið Green Ocean er komið til Runavíkar at liggja. Skipið hevur ligið í Nólsoyarfirði og Ánunum seinastu dagarnar, og fólk hava aftur gjørt vart við seg um ógvusligan gang. Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, segði við Kringvarpið í gjár, at kommunurnar bíða eftir at fáa felags treytir frá landsmyndugleikunum at halda seg til. Trina Eysturoy heldur ikki, at kommunurnar skulu frásiga sær ábyrgdina. Tær hava heimild at ráða yvir, hvørji skip leggja at í teirra kommunu. Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í umhvørvis og vinnumálum fer at gera eina kunngerð 1. januar næsta ár, sum skal seta eitt mark fyri, hvussu nógv eitt skip kann larma. Tá koronasmittan tók seg upp aftur eftir ólavsøku vórðu ymisk tiltøk sett í verk fyri at minka um smittuvandan inni á sjúkrahúsunum. Tað hevur havt sær, at avvarðandi ikki hava havt somu møguleikar at vitja á deildunum og øll, sum hava havt ørindi á sjúkrahúsinum, hava verið biðin um at brúka masku fyri nøs og munn. Nú tamarhald tykist vera fingið á koronasmittuni ,og mest sum eingin nýggjur tilburður hevur verið seinastu vikurnar, so hevur Sjúkrahúsverkið valt at seta tiltøkini úr gildi. Framsókn vil hava landsstýrið at leggja lógaruppskot fyri tingið, um at ellis og røktarheim skulu hava kommunulækna, sum er fast knýttur at heiminum. Framsókn sigur í viðmerkingunum til uppskotið til samtyktar, at serliga í stóru kommununum fer nógv starvsfólkatíð og orka til at fáa fatur á kommunulækna. Tað er nógv ferðing aftur og fram til viðtalur, og tað er eisini tíðarkrevjandi hjá kommunulæknum at koma til viðtalur á ymsu heimunum. Síðani 2016 hevur skipan við føstum røktarheimslækna verið roynd ymsa staðni í Danmark, og royndirnar eru so mikið góðar, at eitt nú danska læknafelagið vil hava eina varandi skipan fyri alt landið, sigur Framsókn. Norðoya Bú og Heimatænasta hevði eina líknandi royndarskipan við góðum úrsliti, men sáttmálan millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Kommunulæknafelagið heimilar ikki at gera avtalur um fastan røktarheimslækna, og tað forðaði fyri, at tann skipanin gjørdist varandi, sigur Framsókn í viðmerkingunum til uppskotið, sum fær fyrstu viðgerð í tinginum mikudagin. Í juni setti Kina eina nýggja trygdarlóg í gildi fyri Hongkong. Lógin setur forboð fyri at gera uppreistur ella royna at loysa Hongkong frá Kina. Rørslan, sum arbeiðir fyri fólkaræði í Hongkong, stúrir fyri, at Kina við trygdarlógini máar støðið undan avtaluni um sjálvstýri og frælsisrættindi. Fleiri stór oljufeløg, teirra millum BP, Shell og Total, hava fingið loyvi at leita eftir olju og gassi á bretska landgrunninum, eisini á leiðum, sum liggja tætt upp at føroyska markinum, skrivar oljan.fo Bretskir myndugleikar hava kunngjørt úrslitið av 32. útbjóðingini um olju og gassleiting á bretska landgrunninum, í Norðsjónum og á Atlantsmótinum eystan fyri Føroyar. 65 oljufeløg hava fingið 113 nýggj leitiloyvi, sum fevna um 259 teigar. Av hesum eru fleiri loyvi, sum liggja tætt uppat og tætt við føroyska markið. Oljan.fo sigur í eini greining, at hóast einki felag søkti um leitiloyvi í føroyskum øki um somu tíð, so er tað áhugavert, at fleiri oljufeløg í bretskum øki fóru eftir loyvum, sum liggja áføst í føroyska markið. Skipanin við Open Door ger, at tað er ikki neyðugt at bíða eftir einari nýggjari føroyskari útbjóðing. Feløg kunnu søkja um at sleppa í føroyskt øki, tá tey halda, at tíðin er búgvin. Haraftrat hevur Jarðfeingi á altjóða messum varpað ljós á møguleikarnar at finna kolvetni í føroysku undirgrundini, skrivar oljan.fo Klæmint Andrasson Olsen skeyt fyri annan dystin á rað mál í føroysku landsliðstroyggjuni og tryggjaði Føroyum trý stig afturat í Nations League kappingini. Ein sigur, sum var ruddiliga uppiborin, hóast Føroyar ikki skaptu líka nógvar stórar møguleikar sum ímóti Malta fyri trimum døgum síðani. Føroyar vóru við yvirlutan mestsum beinanveg, men høvdu ilt við at spæla seg til møguleikar fyrstu løtuna. Jóannes Bjartalíð og Sølvi Vatnhamar royndu seg báðir útifrá, men tað gjørdist ikki heilt vandamikið, meðan Hallur Hansson rakti bóltin við økslini, tá hann var leysur eftir horna. Aftur Klæmint Klæmint Andrasson Olsen skeyt fyri aðru ferð landsliðsmál í dystinum móti Malta, og hann legði aftur Føroyar framum móti Andorra, tá 30 minuttir vóru spældir. Hallur Hansson fann framherjan, sum aftur fann liðfelagan høgrumegin í brotsteiginum, og tá innleggið kom, gjørdi Klæmint A. Olsen ikki mætari enn at hæla bóltin í málið. Tómgongd í seinna hálvleiki Lítið hendi frá byrjan í seinna hálvleiki. Føroyar hevði bóltin, og Andorra megnaði ikki at spæla seg fram til møguleikar. Miðskeiðis í seinna hálvleiki var Klæmint A. Olsen nær við at økja um leiðsluna, tá hann skallaði innlegg frá Viljormi Davidsen framvið. Meinhard Egilsson Olsen fekk besta kjansin hjá Føroyum í seinna hálvleiki seint í dystinum, eftir gott spæl í vinstru síðu, men skotið móti handaru stongini fór framvið. Andorra royndi at trýsta síðstu løtuna, men Føroyar vardu væl, og fingu ein uppibornan sigur. Klæmint Andrasson Olsen skeyt fyri annan dystin á rað mál í føroysku landsliðstroyggjuni og tryggjaði Føroyum trý stig afturat í Nations League kappingini. Ein sigur, sum var ruddiliga uppiborin, hóast Føroyar ikki skaptu líka nógvar stórar møguleikar sum ímóti Malta fyri trimum døgum síðani. Føroyar vóru við yvirlutan mestsum beinanveg, men høvdu ilt við at spæla seg til møguleikar fyrstu løtuna. Jóannes Bjartalíð og Sølvi Vatnhamar royndu seg báðir útifrá, men tað gjørdist ikki heilt farligt, meðan Hallur Hansson rakti bóltin við økslini, tá hann var leysur eftir horna. Aftur Klæmint Klæmint Andrasson Olsen skeyt sítt annað landsliðsmál móti Malta, og hann legði aftur Føroyar framum, tá 30 minuttir vóru spældir. Hallur Hansson fann framherjan, sum aftur fann liðfelagan høgrumegin í brotsteiginum, og tá innleggið kom, gjørdi Klæmint A. Olsen ikki mætari enn at hæla bóltin í málið. Tómgongd í seinna hálvleiki Lítið hendi frá byrjan í seinna hálvleiki. Føroyar hevði bóltin, og Andorra megnaði ikki at spæla seg fram til møguleikar. Miðskeiðis í seinna hálvleiki var Klæmint A. Olsen nær við at økja um leiðsluna, tá hann skallaði innlegg frá Viljormi Davidsen framvið. Meinhard Egilsson Olsen fekk besta kjansin hjá Føroyum í seinna hálvleiki seint í dystinum, eftir gott spæl í vinstru síðu, men skotið móti handaru stongini fór framvið. Andorra royndi at trýsta síðstu løtuna, men Føroyar vardu væl, og fingu ein uppibornan sigur. Andorra Føroyar, 0 1 0 1 Klæmint A. Olsen, 31 Mikudagin svaraði hann einum munnligum fyrispurningi í tinginum frá Erhardi Joensen, løgtingsmanni í Sambandsflokkinum, um Fámjinstunnilin. Løgtingið hevur samtykt eykajáttan til kanningar í sambandi við Fámjinstunnilin, og útbjóðingartilfarið verður eftir ætlan liðugt í november. Tað sigur Brúkaraumboðið, sum hevur staðfest, at nakrar netsølur, sum selja atgongumerki til eitt nú festivalar ella konsertir, ikki nóg sjónliga upplýsa prísin við ómaksgjaldi fyri atgongumerki. Brúkaraumboðið hevur heitt á atgongumerkjasølurnar um at upplýsa allan prísin fyri atgongumerki sum tað fyrsta, tað er prísin við møguligum ómaksgjaldi. Brúkaraumboðið sigur eisini, at um ikki ber til at upplýsa allan prísin, áðrenn keyparin hevur trýst talið á atgongumerkjum, so eigur at upplýsast týðiliga, hvussu samlaði prísurin verður útroknaður. Útvald sýnsfólk hjá Búnaðarstovuni sýna seyðirnar, og nummar 1, 2 og 3 verða kosnir í hvørjum bólki tað vil siga veðragjólingar, veturgamlir veðrar og eldri veðrar. Fyri at vera við í landsseyðasýningini skal seyðurin vera frískur, og tað skal vera staðfest við ílegukanning, at hann hevur mótstøðuføri móti ridluskriða. Seyðurin skal eisini vera góðkendur á lokalari seyðasýning í einum av sýnsøkjunum, sum Búnaðarstovan hevur ásett, stendur millum annað í reglugerðini fyri landsseyðasýningina. Í mars í ár vóru olympisku leikirnir útsettir til næsta ár. Fleiri íðkarar og ítróttasambond vildu hava leikirnar útsettar. Orsøkin var koronusmittan. Ein kanning vísir annars, at bara fjórði hvør í Japan heldur tað vera ráðiligt at halda leikirnar næsta ár, skrivar BBC. Tey vilja heldur útseta ella avlýsa tiltakið. Í farnu viku kom nýggj heimasíða út til børn og ung, sum hava tað trupult orsakað av, at rúsdrekka ella rúsevnir fyllir ov nógv í familjuni. Talan er um tilboðið Øll hava rætt til góð barnaár , sum er eitt ókeypis tilboð hjá Bláa Krossi Føroya, ið byrjaði í 2012 og støðugt hevur ment seg ígjøgnum árini. Nýggja heimasíðan vísir á ymsu tilboðini, sum eru til børn, ung og familjur millum annað við fleiri stuttum filmsbrotum. Eisini hevur nýggja síðan eitt dulnevnt kjatt, har ein og hvør kann seta spurningar ella bara kjatta um tað, sum ein gongur og hugsar um. Tey, sum svara á kjattinum, eru starvsfólk hjá Øll hava rætt til góð barnaár. Vit bjóða børnum og ungum bólkar, har tey saman við javnaldrandi kunnu práta um tankar, kenslur og upplivingar í samband við rústrupulleikan, sigur Alisa Hammer, leiðari á Øll hava rætt til góð barnaár . Vit bjóða eisini familjusamrøður til at styrkja um gerandisumhvørvið hjá børnunum, og soleiðis geva teimum betri útlit til góð barnaár, hóast trupulleikar við rúsi eru til staðar. Afturat tí bjóða vit børnum, ungum, og øðrum avvarðandi, ið hava tørv á tí, einstaklingassamrøður. Fyrra hálvár 2020 hevði Øll hava rætt til góð barnaár 7 bólkar, har 52 børn og ung luttóku deilt upp eftir aldursbólki. Harumframt hava 86 familjur fingið ráðgeving ella hjálp umvegis ókeypis tilboðið. Einki krav er um, at tann við rústrupulleikanum skal hava verið í viðgerð. Um tey hava verið í viðgerð, er onki krav um, hvar viðgerðin skal vera farin fram. Tað krevst eingin ávísing fyri at luttaka í tilboðnum, og tað ber eisini til at luttaka, hóast tann við rústrupulleikanum ikki hevur rúsað seg í longri tíð. Nógv børn og ung uppliva, at hóast viðkomandi ikki rúsar seg longur, eru avleiðingarnar og tann neiliga ávirkanin á tey avvarðandi enn til staðar. Skeinkistøðini fáa pengar fyri tíðina 8.august til 31.august. Hetta var tíðin, tá tey fingu boð úr landsstýrinum at lata aftur klokkan 23.00. Stuðulin er 50 prosent, um afturgongdin í umsetninginum er millum 40 og 60 prosent. Hann er 75 prosent, um afturgongdin í umsetninginum er millum 60 og 100 prosent. Er fyritøkan partur av samtaki, kann stuðulin í mesta lagi vera 10 milliónir krónur samlað fyri fyritøkurnar í samtakinum. Stuðulin verður latin til fastar útreiðslur. Serliga lønarískoytisskipanin fór úr gildi í síðstu viku, men tað ávirkar ikki arbeiðsloysið stórvegis. Umleið 50 fólk, sum vóru í ískoytisskipanini, eru nú í vanligu arbeiðsloyisskipanini. Tá koronutølini vórðu dagførd í morgun, vóru framvegis 413 fólk staðfest at vera smittað. Men nú eru 409 staðfest at vera frísk aftur. Vanligt er, at fólk, sum heilsumyndugleikarnir ikki hava samband við, fara av koronulista, tá tey hava verið har í 14 dagar, sama, um tey eru vorðin frísk ella ikki. Eitt fólk er á Landssjúkrahúsinum, men tað er ikki á intensivari deild. Og nú eru sjey fólk í sóttarhaldi. 102.850 kanningar eru gjørdar í Føroyum. Yantarnyy liggur enn í Nólsoyarfirði. Føroyskir heilsumynduleikar hava ikki verið um borð á trolaranum aftur, síðani hann lá á Oyrareingjum. John Petersen, landsliðsvenjari hjá A landsliðnum við kvinnum, hevur úttikið teir 22 spælararnar, sum vera í hópinum til dystirnar móti Norðurírlandi og Hvítarusslandi. Dystirnir eru á heimavølli og verða spældir ávíkavist 18. og 22. september. Fleiri ungir spælarar eru við hesa ferð, tí fleiri av royndu spælarunum ikki er tøkir í løtuni, millum annað Rannvá B. Andreasen, Eyðvør Klakstein og Ansy Sevdal. Føroyski hópurin Málverjar Eyðgerð Rúnadóttir Mikkelsen, HB Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ Olga Fríðunn Olsen, FB DK Verjuspælarar Elisabeth Vang, B36 Marita Jarnskor, ÍVB Birita Ryan, KÍ Unn Hvidbro, NSÍ Sanna Svarvadal, KÍ Sarita Maria Mittfoss, HB Miðvallarar Margunn Lindholm, NSÍ Ásla Johannesenm FC Nordsjælland DK Kára Djurhuus, HB Julia Naomi Mortensen, HB Olga Kristina Hansen, B36 Evy á Lakjuni, KÍ Jensa Kannuberg Tórálvsdóttir, ÍVB Jónvá Hentze, HB Sara Samson Lamhauge, HB Jacoba Langgaard, ÍVB Lea Símunardóttir Lisberg, EBS Skála Framherjar Heidi Sevdal, NSÍ Hanna Isaksen Højgaard, ÍVB Í staðin er ein nýggj skipan við Open Door, har feløg kunnu søkja um at sleppa í føroyskt øki, tá tey halda, at tíðin er búgvin. Enn hevur tó eingin søkt. Hálvan mai boðaði Landsverk frá, at útgerð skuldi setast upp í tunlinum, so hoyrilíkindini batnaðu, men tað gekst ikki eftir vild, og hoyrilíkindini eru ikki batnað. Umframt landsdystirnar móti Malta og Andorra, umrøddu Jákup Ósá og Oddbjørn Joensen eisini dystirnar í landskappingini millum KÍ og HB, og NSÍ og B36, sum skulu spælast í vikuni. Klokkan hálvgum átta fekk MRCC boð frá løgregluni um drongin, og bæði bjargingartyrlan og báturin LÍV fingu boð um at fara avstað sum skjótast. Neyðugt var tó ikki at brúka tyrluna ella LÍV, og drongurin varð fluttur á Landssjúkrahúsið við sjúkrabili, sum Teistin sigldi um Skopunarfjørð. Áttanda samráðingarumfar byrjar í morgin. Síðani skulu partarnir tingast um skatta og tollskipanir fyri handilin millum fyritøkur. Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, hevur sett nýtt evstamark fyri fríhandilsavtalu við ES, áðrenn samráðingarnar verða tiknar uppaftur í London. Johnson hevur fyrr hótt við sonevndum hørðum brexit, um partarnir ikki semjast um eina avtalu millum Bretland og ES fyri árskiftið. Tá Bretland fer úr innara ES marknaðinum og tollsamstarvinum seint í ár, skulu fyrivarni fremja handilin millum Ongland, Wales, Skotland og Norðurírland. Lógaruppskotið snýr seg millum annað um ríkisstuðul og markið millum Írland og Norðurírland. Undan næsta samráðingarumfari, er Boris Johnson vorðin meira hvassorðaður. Hann minnir á, at bara fimm og ein hálv vika eru eftir at samráðast um nýggja avtalu. Vit mugu semjast við evropisku vinir okkara fyri ES fundin 15. oktober. Megna vit ikki tað, síggi eg ongan møguleika fyri fríhandilsavtalu okkara millum, og so mugu vit góðtaka tað og koma víðari. Bretska blaðið The Guardian vísir til Thomas Sampson, professara í búskapi við London School of Economics, sum í síðstu viku segði, at brexit við ongari fríhandilsavtalu kann gerast sera dýrt, dýrari enn búskaparaligi skelkurin, sum covid 19 hevur elvt til. Fridtjof Joensen, sum hevði fylt hundrað hendan mánaðin, umboðar eitt sterkt ættarlið av yrkislistafólkum, sum veruliga hava gjørt mun. Tí skal hann heiðrast við einari standmynd, sigur stigtakarin til Kvinnuna við róðrið , ið er sett upp í Klaksvík. Føroyska og indiska Kalpana Vijayavarathan hevur givið út yrkingsavnið Whisper of Butterfly Wings , um millum annað snýr seg um at vera innflytari í Føroyum. Kalpana vitjar í Nón. Línan, sum verður brúkt at síga við í berginum, verður goymd á skúlaloftinum og hendan dagin verður hon tikin niður og gjørd klár. Øll, sum fara við út í Hólm, skriva seg upp í skúlanum, og síðani bera ungir menn línuna út í Hólmin og hini fylgja við. Fyrstu ferð verður steðgað uppi við minnisvarðan omanfyri bygdina. Tá tey eru komin út í Mykineshólm, verður steðgað á við gamla hólmahúsið og har hava øll høvi at biðja sína egnu bøn innantanna. Tá myrkt er, verður farið við pannulykt og knívi niður á røkurnar at taka grásúluna, sum teir búnu ungarnir verða kallaðir. Omplarnir, ið framvegis hava dún, verða sitandi eftir á rókini. Røkurnar eru fýra í tali og nakrir mans fara niður á hvørja. Tey flestu eru á línuni. Jákup í Løðu greiðir frá, at einaferð var so lítið fólk við á súluveiðu úti í Mykineshólmi, at teir vórðu noyddir at brúka eina ryssu at draga línuna og tað hevði sínar avbjóðingar. Jóhannis Danielsen, fuglafrøðingur á Havstovuni, sigur, at súlan er einasti sjófuglur sum er í vøkstri. Og vitanin um, at hon bara búleikast í Mykineshólmi, má endurskoðast, tí nú eigur súlan eisini í sjálvum Mykinesi. Fólkini, ið tosað verður við í hesari fyrru sendingini í Mykineshólmi, eru Glóða Andorsdóttir, Hans Michael Johannesen, Esbern í Eyðansstovu, Jákup í Løðu, Ivan Skorheim, Eyðstein í Løðu, Heri Niclasen, Finn Hansen, Jóhannis Danielsen, Vivi Wang og Benjamin Lydersen. John Petersen, landsliðsvenjari hjá A landsliðnum við kvinnum, hevur úttikið teir 22 spælararnar, sum vera í hópinum til dystirnar móti Norðurírlandi og Hvítarusslandi. Dystirnir eru á heimavølli og verða spældir ávíkavist 18. og 22. september. Fleiri ungir spælarar eru við hesa ferð, tí fleiri av royndu spælarunum ikki er tøkir í løtuni, millum annað Rannvá B. Andreasen, Eyðvør Klakstein og Ansy Sevdal. Tað eru tíverri nógvar broytingar í senn, men tað gevur sjálvandi øðrum møguleikan, sigur John Petersen, landsliðsvenjari. Tað má ávirka, at mann missur so nógvar royndir í einum, men vónandi kann tað gera, at onkur av teimum ungu tekur meira ábyrgd, sigur hann. Føroyski hópurin Málverjar Eyðgerð Rúnadóttir Mikkelsen, HB Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ Olga Fríðunn Olsen, FB DK Verjuspælarar Elisabeth Vang, B36 Marita Jarnskor, ÍVB Birita Ryan, KÍ Unn Hvidbro, NSÍ Sanna Svarvadal, KÍ Sarita Maria Mittfoss, HB Miðvallarar Margunn Lindholm, NSÍ Ásla Johannesenm FC Nordsjælland DK Kára Djurhuus, HB Julia Naomi Mortensen, HB Olga Kristina Hansen, B36 Evy á Lakjuni, KÍ Jensa Kannuberg Tórálvsdóttir, ÍVB Jónvá Hentze, HB Sara Samson Lamhauge, HB Jacoba Langgaard, ÍVB Lea Símunardóttir Lisberg, EBS Skála Framherjar Heidi Sevdal, NSÍ Hanna Isaksen Højgaard, ÍVB Føroyar Malta, 3 2 1 0 Klæmint A. Olsen, 25 minuttir 1 1 Jurgen Degabriele, 37 minuttir 1 2 Andrei Agius, 73 minuttir 2 2 Andreas Lava Olsen, 87 minuttir 3 2 Brandur Hendriksson Olsen, 90 min. NSÍ KÍ, 2 2 1 0 Dania Olsen, 12 minuttir 1 1 Ragna Patawary, 44 minuttir 2 1 Malena Olsen, 89 minuttir 2 2 Rúna Olsen, 90 4 minuttir br. B36 HB, 2 1 1 0 Olga Kristina Hansen, 4 minuttir 2 0 Bára Isaksen, 39 minuttir 2 1 Elin Maria Isaksen, 83 minuttir br. EBS Skála ÍVB, 0 1 0 1 Mona Rasmusdóttir, 58 min. Fríggjakvøldið slepti topleiðslan í Føroya Tele eina bumbu, tá ið samtaksstjórin, Jan Ziskasen og nevndarformaðurin Ómar Svavarsson søgdu seg úr starvi orsaka av politisku kósini hjá landsstýrinum. Og tað kom óvart á starvsfólkini í Føroya tele, at leiðslan fríggjakvøldið legði frá sær. Landsstýrsmaðurin í Fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, var í dag á fundi við Jan Ziskasen og Ómar Svavarsson. Avtalað varð at tosa saman aftur seinni í vikuni. Eftir samrøðuna við Jógvan Thomsen, stjóra á Fjarskiftiseftirlitinum, er kjak í sjónvarpsstovuni millum Bárð Nielsen, løgmann og Høgna Hoydal, formann í Tjóðveldi. Fríggjadagin flytur virkis og venjingarstovan á Boðanesheiminum inn aftur í høli síni á Boðanesheiminum. Tjarnarlon flytur inn aftur í Lágargarð mánadagin 14.septembur. Í hesi sendingini verður roynt at lýsa langtíðarávirkanina av førda fiskivinnupolitikkinum seinnu árini og ta sannroynd, at ovurhonds stóra náttúru virðini eru savnaði á alt færri hondum. Í staðin skal bara mátast, hvussu nógvur gangur kann vera við húsini, sum standa næst við eitt havnarlag, sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í umhvørvis og vinnumálum. Kunngerðin um markvirði skal koma 1. januar. Sambært landsstýrismanninum hevur Umhvørvisstovan fingið uppgávuna at gera kunngerðina, og tey eru í sambandi við fólk, sum gera ljóðmátingar. Forkvinnan í Uttanríkis og trygdarpolitisku nevndini hjá landstinginum, Aleqa Hammond, hevur spurt landsstýrið, um grønlendingar eisini eru við í teimum ólógligu upplýsingunum, sum fregnartænastan skal hava útvegað sær um danskar ríkisborgarar, skrivar Sermitsiaq. Fregnartænastan hevur givið amerikonsku fregnartænastuni NSA atgongd til ein kaðal, so NSA kann taka eina rúgvu av rádátum niður við talgildum samskifti hjá donskum ríkisborgarum. Í síðstu viku upplýsti Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í løgtinginum, at hann hevur biðið landsstýrismannin í uttanríkismálum, Jenis av Rana, kannað, um føroyingar eru við í teimum upplýsingum, sum NSA hevur fingið. Taks minnir nú fyritøkurnar, sum fingu stuðul sambært hjálparpakka tvey, um at staðfesta tapið hjá sær í seinasta lagi fríggjadagin, tí annars skulu pengarnir latast landinum aftur. Er afturgongdin millum 40 og 60 prosent frá 1.apríl til 30.juni, tað er í øðrum ársfjórðingi, og føstu útreiðslurnar hjá fyritøkuni eru 100.000 krónur, er stuðulin 50.000 krónur Fyrra høvuðsátakið er eitt trygt Skúlanet, ið svarar til tað, sum Landsnet er fyri landsstovnarnar. Skúlanetið er ein KT felagskapur millum Undirvísingarstýrið, Nám, kommunurnar, fólkaskúlan, miðnám og Setrið og KT landsins. Størsti parturin av uppgávunum verða útveittar til føroysku KT vinnuna. Seinna høvuðsátakið er at menna eina framkomna og trygga lestrarfyrisitingarskipan, ið er felags fyri fólkaskúla, miðnám og fróðskaparsetur. Verandi KT skipanir eru fongdar við álvarsligum trygdarveikleikum, sum bæði Landsgrannskoðan og Dátueftirlit hava víst á. Nú er tíðin búgvin at seta sjóneykuna á undirvísingarverkið, ið tørvar eina grundleggjandi endurnýggjan og umskipan av KT virkseminum, siga fyrireikararnir. Fyrr plagdi eg at hava ein bolla standandi á køksborðinum og koyrdi so ymsar matleivdir í og gróv tað niður. Hetta er nógv lættari og ómakaleyst. Eg havi spannina standandi í køkinum, og so tømi eg hana eftir tørvi. Við hesum noyðist eg ikki at fara út at tøma hvønn dag, sigur Emmy Sandberg Joensen. Sambært Sølva Simonarson, samskipara í Vága kommunu, hava eini 100 húsarhald ognað sær spannir og ger fyri at gera sítt egna sankutøð. Verkætlanin umfatar ein veg við tveimum sporum og eina gongu súkklubreyt. Harafturat verða gøtuljós sett upp, og verjugrótið á norðaru síðu verður hækkað ein metur fyri at verja fyri sjóroki. Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, í einum svari til Aksel V. Johannesen, løgtingsmann, sum spurdi, hvørjar ætlanir eru um byrgingina um Haraldssund. Vísir tað seg at verða ein fyrimunur at hækka breiðka byrgingina meira enn fyrst ætlað, kann grót úr tunlunum norður um Fjall brúkast til hetta. Júst 3. september í ár hevði Fridtjof Joensen fylt 100 ár. Vit vóru við til hátíðarløtuna, og aftaná fingu vit eina nágreiniliga frágreiðing um hugskot, tanka og arbeiðsgongd í sambandi við verkætlanina frá stigtakaranum Edvardi Fuglø, listamanni. Byggifelagið J og K Petersen hevur fingið arbeiðið at gera nýggja tyrvingar og rottangaplássið hjá IRF úti í Nýggjheiðum í Kvívík. Nýggja støðin verður stór og nýmótans samanborin við tyrvingarplássini, sum verða brúkt nú. Við at taka ímóti burturkasti innandura, kann IRF leggja seg eftir bara at tyrva í góðum veðri og á tann hátt forða fyri, at burturkast fýkur í náttúruni. Nýggja tyrvingar og rottangaplássið er eitt samstarv millum IRF og Tórshavnar kommunu. Verkætlanin er ikki knýtt at eini samanlegging við Tórshavnar kommunu, men partarnir hava samstarvað væl, tá ið ræður um burturkast og endurnýtslu, sigur IRF. Kanska havi eg rakt eina lesarafjøld, sum eg ikki visti, var har. Tað kunnu vera tilflytarar sum eg, sigur Kalpana Vijayavarathan. Yrkingasavnið Whisper of Butterfly Wings , sum kom á Sprotanum herfyri, er longu útselt, og tað er ikki vanligt, at eitt yrkingasavn í Føroyum er útselt eftir fáum vikum. Nú verður tað endurprentað. Yrkingasavnið er á enskum, við føroyskum orðum og vendingum uppií, og yrkingarnar mynda kenslur, sum eru birtar í løtum, har hon hevur eygleitt føroyska list, kenslurnar at vera tilflytari, gudstrúgv og góðar løtur. Sera áhugavert er at lesa um hennara kloyda samleika, og ta mótstøðu hon eisini hevur møtt á leiðini, meðan hon hevur verið í Føroyum. Hoyr samrøðuna við Kalpana Vijayavarathan. Nógvi farmaflutningurin ger, at tað kann vera torført hjá Smyrli at halda ferðaætlanina, sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni. Turid Holm Johannesen er sett sum útbúgvingarsamskipari hjá læknum, sum eru í introduktiónsstarvi og høvuðsútbúgvingarstarvi í almennum medisini. Hetta eru læknar, sum vanliga fara at starvast sum kommunulæknar. Sum útbúgvingarsamskipari fær hon ábyrgd av at stuðla undir og virka fyri dygdini í KBU, intro og høvuðsútbúgvingini í almennum medisini. Eisini verður hon sum samskipari bindilið millum útbúgvingarlæknar, tutorlækna, praksis og Landssjúkrahúsið. Introduktiónsstarv er eitt innleiðslustarv til eina ávísa sergrein, áðrenn læknin fer undir høvuðsútbúgvingina í somu sergrein. KBU er stytting fyri klinisk basisuddannelse, sum er fyrsta stigið víðari á yrkisleiðini hjá útbúnum læknum. Eingin ferð hjá Atlantic Airways varar so leingi, nú bara verður flogið til Danmarkar, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways. Annars eru ráðini frá IATA, altjóða loftferðslufelagsskapinum, at tey, sum arbeiða í flogførunum, hava so lítið samband sum gjørligt við ferðafólkini. Men hósdagin fer Atlantic Airways at eftirmeta avgerðina um ikki at bjóða nakað umborð, sum varð tikin í mars, tá korona kom, sigur Jóhanna á Bergi. Tað er ógreitt, hvar mótmælisleiðarin í Hvítarusslandi, Maria Kolesnikova, er. Tað hevur ljóðað, at maskuklæddir menn í høvuðstaðnum, Minsk, tóku hana, men seinni varð upplýst, at hon varð tikin á ukrainska markinum. Maria Kolesnikova var saman við tveimum øðrum kvinnum, og hildið verður, at myndugleikarnir koyrdu hana og hinar báðar til ukrainska markið. Tær, sum vórðu saman við Kolesnikovu, vórðu noyddar at fara um markið til Urkraina, meðan Kolesnikova sjálv ikki vildi fara, og tí varð hon tikin. Tíðindakvinnan hjá Danmarks radio, Mathilde Kimer, sigur, at tað ikki er óvanligt, at mótstøðufólk hjá Lukasjenko, forseta, verða førd til markið til Ukraina, fyri at sleppa av við tey. Maria Kolesnikova hevur staðið á odda fyri eini rørslu í Hvítarusslandi, sum roynir at koma á tal við Lukasjenko forseta, fyri at fáa skipað demokratisk viðurskifti í landinum. Hon er ikki politikari, men stendur á odda fyri virkseminum hjá andstøðuleiðaranum, Viktor Babariko, sum myndugleikarnir fongslaðu stutt undan valinum 9. august. Hóast myndugleikarnir í Hvítarusslandi royna at steðga mótmælunum, so hevur tað ikki eydnast, og sunnudagin vóru fleiri enn 100.000 fólk í gøtunum og mótmæltu. Reuters skrivar seinnapartin, at Lukajensko, forseti, skal hava sagt, at hann kanska hevur sitið ov leingi við valdið í Hvítarusslandi. Heri Andreassen, leiðari á kriminaldeildini hjá løgregluni, sigur, at rúsevnið líkist gummibommum, sum fáast til keyps í handlinum. Russiski frystitrolarin Yantarnyy, sum hevur ligið í Nólsoyarfirði í longri tíð við fullari last, fer nú til Klaksvíkar, har hann skal leggja veiðuna upp í Norðhavnini í Ánunum. Eitt frystifarmaskip var komið til Føroya at taka fiskin hjá Yantarnyy. Men farmaskipið fór úr Føroyum aftur, uttan at hava tikið fiskin hjá russiska trolaranum. Faroe Ship, sum umboðar russiska skipið í Føroyum, hevur vent sær til Klaksvíkar kommununu og biðið um at sleppa leggja veiðuna hjá Yantarnyy upp í frystihúsinum í Norðhavnini. Borgarar í Ánunum hava fingið at vita frá Klaksvíkar kommunu, at kommunan hevur verið í sambandi við landslæknan, sum heldur tað vera ráðiligt, at skipið kemur til lands. Í Tórshavnar býráð eru tey illa við av, at grótlastir í túsundatali skulu koyrast ígjøgnum Havnina og til Runavíkar, tá Eysturoyartunnilin letur upp. Runavíkar kommuna hevur gjørt avtalu við tunnilsfelagið um, at kommunan fær grótið ókeypis. Tó skal kommunan gjalda fyri koyringina og gjalda tunnilsgjaldið í Eysturoyartunnlinum. Tað fer at hava størri ferðslu við sær á vegum í Havn, har ivaleysa trongt er frammanundan, tað gevur eisini kommununi eyka útreiðslur til viðlíkahald av sliti og dálkingin verður verri. Tí nú er úrslitið, at bæði Runavíkar kommuna og tunlafelagið fara at fáa stóran vinning, meðan vit standa eftir sum apukattar við allari dálkingini, øllum slitinum av vegunum og øllum ampunum annars, sigur Gunvør Balle, býráðslimur við IN.FO Tosað hevur verið um, hvat gerast kann um býráðið á nakran hátt kann steðga koyringini, men niðurstøðan hjá býráðsumsitingini er, at tað ber ikki til. Í 2018 tók táverandi landsstýrismaður í vinnumálum stig til ein størri og greiðari skilna millum NET og restina av Føroya Tele samtakinum, tá ið hann koyrdi stjóran Jan Ziskasen frá sum nevndarformann í NET. Eitt nú, hví ein grannskoðarafrágreiðing varð gjørd um hesi viðurskifti í januar 2018, hvørjar niðurstøður hon kom til og hvat er broytt síðani tá. Men eingin í samtakinum vil siga nakað, fyrr enn viðurskiftini hjá forstjóranum og nevndarformanninum eru avgreidd við landsstýrið, seinni í vikuni. Eftir trýst í dagavís kendi Tórshavnar Kommuna seg annars noydda at flyta Yantarnyy av Signabø út í Nólsoyarfjørð at liggja, tí fólk blivu sjúk av larmi. Brúk er millum annað fyri betri umstøðum at byggja sær hús, nøkur kundu hugsað sær kommunalar eldraíbúðir, og so halda fólk eisini, at nýggja bygdaráðið skal leggja størru orku í at viðlíkahalda og snøgga bygdina. Russiski trolarin Yantarnyy, sum hevur fingið loyvi til at uppskipa fiskin í Ánunum í Klaksvík, kom á Havnina klokkan átta í gjárkvøldið, og hann liggur enn á Havnini. Ætlanin var, at eitt frystifarmaskip skuldi taka fiskin frá honum. Tað kom eisini til Føroyar, men fór av stað aftur uttan fiskin hjá Yantarnyy. Ein ætlan var, sum skilst, um at leggja fiskin hjá Yantarnyy í frystibingjur í Havn. Men í gjár frættist, at trolarin sleppur at goyma fiskin í frystigoymsluni í Ánunum. Tá Yantarnyy kom til Føroya 23.august, vórðu 29 í manningini, sum telur 77 fólk, staðfest at vera covid 19 positiv. Tveir vóru so sjúkir, at teir fóru á Landssjúkrahúsið og síðani til Danmarkar. Enn er óvist, um upplýsingar um føroyingar eru millum teirra, sum fregnartænastan hjá donskum verjuni, FE, hevur givið amerikonsku fregnartænastuni NSA. Páll H. Vesturbú, stjóri í Neti, sum rekur fjarskiftisnetið í Føroyum, sigur, at FE eigur ikki at hava atgongd til føroyska netið, tí føroyska netið og danska netið eru hvørt sítt. FE hevur givið NSA atgongd til ein kaðal, so NSA kann taka eina rúgvu av rádátum niður við talgildum samskifti hjá donskum statsborgarum. Samskiftið umfatar millum annað telefonsamrøður, teldupostar, sms boð og kjatt. Sambært dómsvaldinum broyttist greinin, tá hon varð umsett úr donskum til føroyskt. Grein 119 er um harðskap móti eitt nú politistum, sum gera arbeiði sítt. Bjarni Hammer, sum sjálvur er løgreglumaður, sigur, at endamálið við uppskoti Javnaðarfloksins er at nágreina grein 119 í revsilógini, so til ber at revsa fyri at bróta hana. Tingið skal eisini viðgera eitt annað uppskot hjá Javnaðarflokkinum, uppskotið til samtyktar um at byggja leigubústaðir á útoyggj. Og fólk á privata arbeiðsmarknaðinum, sum skulu í sóttarhald, fáa nú dagpengar, sambært lógaruppskotinum, sum Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýrikvinna, hevur lagt fram, og sum skal viðgerast í tinginum í dag. Til 1.september í ár vóru ferðafólkini 129.683, 57 prosent færri enn í fjør, tá tey vóru 301.604. Tey vóru tá 12,6 prosent fleiri enn í 2018. Heilivágsfyritøkan, AstraZeneca, er givin royndini at gera koppingaevni fyri koronu. Tað hendir, eftir at eitt fólk í Bretlandi, sum er við í seinastu royndini, fekk hjáárin av koppingarevninum AstraZeneca hevur ment koppingarevnið í samstarvi við universitetið í Oxford, og nógv hava bíðað í spenningi eftir endaliga úrslitinum. ES hevur eisini gjørt av talu við AstraZeneca um at keypa koppingarevnið, og umvegis Danmark, skuldu Føroyar og Grønland vera við í tí ætlanini. Í stuttum er uppskriftin, at ein granskari frá Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetur Føroya og tríggir dagstovnar stovna eitt Professionelt Námsfrøðiligt Netverk. Frá hvørjum dagstovni luttaka ein leiðari og tveir námsfrøðingar. Netverkið er avmarkað í tíð. Tey møtast fýra ferðir tríggjar tímar hvørja ferð hvørja ferð er ein skrá, ið skal facilitera at í seinasta enda verða námsfrøðiligar broytingar framdar í dagstovnunum. Hesar broytingar skulu standast av, at netverkini arbeiða saman við at finna eina námsfrøðiliga mannagongd, sum skal roynast av í verki. Henda mannagongd skal vera svar uppá eina konkreta avbjóðing, ið einstaki dagstovnurin stendur í, til dømis hvussu møta vit mammum úr øðrum londum, hvussu skapa vit eitt tilboð til børn ið hava fingið staðfest ADHD, hvussu læra vit børn at handfara ósemjur ella hvussu økja vit orðafeingið hjá dreingjum í aldrinum 3 5 ár. Longi hevur verið arbeitt í londunum rundanum okkum við einum líknandi skipan, ið nevnist ein Professionellur Lærandi Felagsskapur mest í skúlum, men eisini í dagstovnum tey seinastu 2 3 árini. Seinastu fimm árini er skjøtil síðani settur á at stovna Professionell Lærandi Netverk innan skúlaøkið, men onki serligt er enn gjørt við dagstovnar í altjóða høpi. Harvið vera hesar kommunurnar í Føroyum saman við Námsvísindadeildini nøkur av teimum fyrstu í heiminum, ið royna skipanina við Professionel Námsfrøðilig Netverk av í verki í dagstovnahøpi. Verkætlanin verður framd av Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetur Føroya í samstarvi við Vága kommunu, Eiðis kommunu, Sunda kommunu og Nes Kommunu. Verkætlanarleiðari og netverksleiðari er Jóhannes Miðskarð, PhD og adjunktur í Námsfrøðiligari leiðslu. Harafturat eru tveir aðrir nerverksleiðarar, sum eru Jóngerð Petersen, námsfrøðingur og cand. ped. og Jóhanna Maria Olsen, námsfrøðingur og cand. ped. Luttakandi dagstovnar og frítíðarskúlar eru Korndalsgarður á Eiði, við Kráir í Hvalvík, Barnagarðurin á Svangaskarði á Toftum, Sóljugarður í Sandavági, Miðgarður í Miðvági, Dagstovnurin á Flatinum á Oyrabakka, Smílikullan í Miðvági, Stórheygg í Hósvík og frítíðarskúlin í Nes kommunu. Tíbetur er tað sjáldan eitt tekin um nakað álvarsamt, og hjá teimum flestu hvørvur tað innan stutta tíð, sigur Amalia Danielsen, kommunulækni, sum leggur dent á, at fólk ikki skulu blíva bangin, um tey av og á kenna okkurt svimbul. Í morgunsendingini greiddi Amalia Danielsen frá teimum ymsu orsøkunum til svimbul. Harafturat svaraði hon spurningum frá lurtarum. Tað heldur Ronnie Thomassen, ið harmast um, at tað í stóran mun eru politikarar og mentafólk, ið fáa gøtunøvn uppkallað eftir sær. Tað eru bæði slóðarar í vinnulívinum og onnur, sum hava lagt nógv eftir seg, ið hava uppiborið at fáa ein veg uppkallaðan eftir sær. Burtur úr rúgvuni kunnu nevnast Aksel Hansen, Kjartan Mohr, Petur Háberg, Palli Henriksen, Andrea Árting og tilflytarin William Sloan. Tað hevði onki verið forgjørt í, at øll hesi vórðu uppkallað, tá nýggj veganøvn skulu finnast, í staðin fyri til dømis nøvn úr kvæðum ella staðarnøvn av bygd, heldur Ronnie Thomassen fyri. Í morgunsendingini greiddi hann frá týdninginum av, at gøtunøvn í Tórshavn verða uppkallað eftir vanligum Havnarborgarum, ið onkursvegna hava gjørt vart við seg. Tí hava føroysku fólkatingsmenninir tikið málið upp og royna at leggja trýst á danska løgmálaráðharran, Nick Hækkerup, um at dagføra føroysku løgregluna. Manningin á russiska trolaranum, Yantarnyy, er nú aftur kannað fyri koronu. Klokkan átta í gjárkvøldið legði skipið sum tað fyrsta at nýggju Skansabryggjuni í Havn. Marita Debes Magnussen, stjóri í Thetis, vil ikki siga nakað um einstøk viðskiftafólk, men hon sigur, at tey hava kannað manningar á fleiri skipum. Bogi P. Nielsen, stjóri á Faroe Ship, sum umboðar Yantarnyy í Føroyum, sigur, at tað er reiðaríið, sum hevur biðið um kanningarnar. Stórur eldur herjaði í nátt flóttafólkaleguna, Moria, á griksku oynni Lesbos, og støðan í leguni er út av lagi vánalig, skrivar norski miðilin, VG. Herfyri var koronusmittan staðfest í leguni, og eldurin kyknaði eftir ósemju í leguni um koronutiltøkini í nátt, sigur ein, sum býr í leguni, við blaðið. Ein talsmaður fyri løgregluna sigur við Reuters, at øll flóttafólkini eru flutt til eitt trygt stað. AP skrivar, at nógv fólk eru flýdd úr leguni, og eingin veit, hvar tey eru. Fólk í leguni hava ikki fingið nóg góða kunning um koronutiltøkini, og tí kenna tey tað, sum tey verða tikin, tá fólk koma eftir teimum at kanna tey fyri koronu. Og tað er helst orsøkin til, at eldur varð settur á fleiri staðni. ST heitir nú á fleiri lond um at taka ímóti tilflytarum av einum skipi hjá Mærsk, sum í meira enn ein mánað hevur ligið út fyri strondini í Malta. 27 tilflytarar eru umborð á skipinum. Malta heldur ikki, at tað er ein sjálvfylgja, at fólkini sleppa í land har. Skipið var ikki í malteiskum øki, tá tilfytararnir vórðu funnir, og tí hevur landið ikki ábyrgdina. Donsku myndugleikarnir siga, at skipið, Mærsk Etienne, tók fólkini upp nærindis einari havn í Tunesia, og tí er tað Tunesia, sum hevur ábyrgdina av teimum. Umboð fyri danska reiðaríið siga, at tað var maltesiska sjóverjan, sum bað danska skipið taka fólkini úr einum báti, og at báturin tá var í maltesiskum sjógvi. ST, og fleiri felagskapir undir ST, siga, at støðan hjá tilfytarunum er sera vánalig, tí teirra millum eru bæði børn og ein kvinna, sum er við barn. Tá talan er um bjarging, er Miðalhavið býtt upp í økir, og tí skuldi støðan verið greið. Men nógvu tilfytararnir seinastu árini hava fingið londini við Miðalhavið at aftra seg við at taka ímóti teimum, skrivar Ritzau. Í dag skriva danskir miðlar, at Danmark arbeiðir við eini ætlan um at senda tilfytararnar aftur til Afrika, og at samskift verður við Tunesia um eina loysn. Nes kommuna, Sjóvar kommuna, Runavíkar kommuna og Tórshavnar kommuna hava saman við SEV og ráðgevingarfyritøkuni, SMJ, kannað møguleikan fyri at skipa fyri eini bussleið millum Skálafjørðin og Havnina, tá Eysturoyartunnilin letur upp. Eitt greiningararbeiði skal gerast, og sambært Nes kommunu, skal SMJ gera eina kostnaðarmeting av greiningararbeiðnum, áðrenn kommunurnar taka nakra støðu í málinum. Bill Justinussen og Steffan Klein Poulsen í Miðflokkinum vilja hava at vita frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinnu í almannamálum, um Almannamálaráðið fær áheitanir og fráboðanir, tí misnøgd er við málsviðgerð, mannagongdir og avgerðir í barnaverndarmálum. Barnaverdarlógin er nú 15 ára gomul, og Bill Justinussen og Steffan Klein Poulsen spyrja eisini, um tørvur er at eftirmeta verandi skipan og lóggávu á barnaverndarøkinum. Tingmenninir í Miðflokkinum siga, at tað frættist javnan, eisini alment á millum annað sosialum miðlum, um ónøgd og frustratiónir við málsviðgerð og avgerðir í barnaverndarmálum. Hóast hesar broytingar, tykist tað at vera stór ónøgd í barnaverndarmálum, siga Bill Justinussen og Steffan Klein Poulsen í viðmerkingunum til fyrispurningin. Henrik Old og Heðin Mortensen í Javnaðarflokkinum hava sett hvør sín spurning til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, um BankNordik. Henrik Old vil hava at vita, hvussu stórt vinningsbýti landskassin hevur fingið úr BankNordik síðani 2010, og um landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ætlar at selja almenna ognarlutin í bankanum. Henrik Old sigur, at skal støða takast til spurningin um at selja, er neyðugt við upplýsingum um, hvussu stórt vinningsbýtið hevur verið. Heðin Mortensen vil hava at vita frá Jørgeni Niclasen, hvørjar avleiðingar einskiljingin av almenna partinum í bankanum fær fyri starvsfólkini í BankNordik. Keypa útlendingar bankan, kann bankin gerast ein deild hjá einum útlendskum banka, og tí má greiða fáast á, hvørjar avleiðingar tað fær starvsfólkini í BankNordik, sigur Heðin Mortensen. Spurningurin, um amerikanska fregnartænastan, NSA, eisini hevur fingið upplýsingar um føroyingar frá fregnartænastuni hjá donsku verjuni, varð eisini umrøddur á fundinum við Trine Bramsen, men Hvussu ber tað til, at eitt 39 ára gamalt rocklag aftur er enda á ovastu tónleikatindunum Vit tosa við James Goodwin, tónleikalærari. Ætlanin var at fáa nýggja havrannsóknarskipið, Jákup Sverra, at tykjast klænri. Tí varð heitt á Anker Eli Petersen, listamann, um at koma við hugskotum til mynstur og litir. Vit ringja til Danmarkar, har Anker Eli býr og arbeiðir. Nógv fleiri deyðsvanlukkur eru á føroyskum arbeiðsplássum enn í okkara grannalondum samanborið við fólkatal og lønmóttakarar. Síðani 2009 hava tað verið í miðal gott ein deyðsvanlukka um árið á føroyskum arbeiðsplássum. Tað svarar til 110 deyðsvanlukkur um árið í Danmark hyggja vit eftir fólkatalinum. Í Føroyum hava verið tríggjar deyðsvanlukkur í higartil í ár. Tað svarar til, at Danmark hevði 310 deyðsvanlukkur higartil í ár og ikki 19. Lógu vit á sama stigi sum Danmark, skuldi bara ein arbeiðsvanlukka verið í Føroyum fjórða hvørt ár. Vit tosa við Leiv Persson, stjóra á Arbeiðseftirlitinum um, hví vit framhaldandi hava hetta keðiliga met, hóast Arbeiðseftirlitið er uppraðfest. Reglurnar eru harðari í okkara grannalondum eitt nú er tað eitt krav, at eitt arbeiðspláss javnan ger arbeiðsumhvørvismeting í okkara grannalondum, men í Føroyum er tað frívilligt. Nógv fleiri deyðsvanlukkur eru á føroyskum arbeiðsplássum enn í okkara grannalondum samanborið við fólkatal og lønmóttakarar. Síðani 2009 hava tað verið í miðal gott ein deyðsvanlukka um árið á føroyskum arbeiðsplássum. Tað svarar til 110 deyðsvanlukkur um árið í Danmark hyggja vit eftir fólkatalinum. Í Danmark hava higartil verið 19 deyðsvanlukkur í ár. Í fjør vóru 36 í alt. Í Føroyum hava verið tríggjar deyðsvanlukkur í higartil í ár. Tað svarar til, at Danmark hevði 310 deyðsvanlukkur higartil í ár og ikki 19. Lógu vit á sama stigi sum Danmark, skuldi bara ein arbeiðsvanlukka verið í Føroyum fjórða hvørt ár. Leivur Persson, stjóri í Arbeiðs og Brunaeftirlitinum, var gestur í útvarpsstovuni. Staðbundnar nevndir Um man vil hava fleiri kommunusamanleggingar, so er neyðugt at endurskoða verandi skipan við teimum staðbundnu nevndunum. Tað heldur Mikkjal Sørensen, borgarstjóri í Porkeris kommunu. Millum annað mælir hann til, at nevndirnar fáa eina egna játta at brúka til ymisk endamál í lokaløkjunum. Men ein slík broyting krevur eina lógarbroyting, tí sambært verandi bygnaði hava staðbundu nevndirnar ein sera avmarkaðan leiklut. Hilmar Høgenni, deildarstjóri í kommunumálum í umhvørvis og vinnumálaráðnum, upplýsir, at verandi nevndir einans eru ætlaðar sum hoyringspartnarar. Sambært Beintu í Jákupsstovu, professara í sjórnmálafrøði, sum gjøgnum fleiri ár hevur granskað í føroyskum kommunupolitikki, kann tað vera eina trupulleiki, at umboðini í staðbundu nevndunum ikki kenna seg hoyrd, men ivast hon í, at loysnin er at veita nevndunum eina játtan at arbeiða við. Heldur mælir hon til aðrar broytingar, so sum at sessir verða settir av í kommunustýrinum til ávís økir. Ein slík kvotuskipan tryggjar, at øll økir verða umboðað, sigur hon. Brexit Framtíðar viðurskiftini millum Bretland og ES eru enn alt annað enn greið, og nýggjasti parturin av Brexit søguni tók enn eina óvæntaða vend mánadagin, tá bretska stjórnin kunngjørdi at hon ætlar at bróta undirskrivaðu skilnaðaravtaluna millum ES og Bretlands, og harvið bróta altjóða lóg. Hetta váttaði bretski ráðharrin fyri Norðurírland eisini í bretska parlamentinum í gjár, samstundis, sum ES og Bretland hittust til 8. samráðingarumfarð. Tað er í tollviðurskiftunum við Norðurírlandi og restina bretska meginlandinum, at stjórnin hjá Boris Johnson nú ætlar at broyta avtaluna. Seinnapartin í dag, var uppskotið borið bretska parlamentinum og Ursula von der Leyen, forseti í ES kommisjónini, var skjót at vísa á sítt vónbrot tá uppskotið gjørdist alment. Vit hoyra Elin Mortensen, føroyska sendikvinnuna til ES samveldið, og Áki Johansen, føroyska sendimannin í London, greina støðuna. Gjørt sendingina hava Marjun Dalsgaard, Tróndur Olsen og Hallur av Rana. Luttakarar Leivur Persson, Elin Mortensen, Áki Johansen, Mikkjal Sørensen, Hilmar Høgenni, Beinta í Jákupsstovu, Niels á Reynatúgvu, Jonna Bech og Hjørdis Hávarsá. Framtíðar viðurskiftini millum Bretland og ES eru enn alt annað enn greið, nú nýggjasti parturin av brexit søguni tók enn eina óvæntaða vend mánadagin. Tá kunngjørdi bretska stjórnin, at hon ætlar at bróta undirskrivaðu skilnaðaravtaluna millum ES og Bretlands. Hetta váttaði bretski ráðharrin fyri Norðurírland eisini í bretska parlamentinum í gjár, samstundis, sum ES og Bretland hittust til 8. samráðingarumfarð. Tað er í tollviðurskiftunum við Norðurírlandi og restina bretska meginlandinum, at stjórnin hjá Boris Johnson nú ætlar at broyta avtaluna. Hoyr innslagið frá Breddanum, har vit tosaðu við Áka Johansen, sendimann Føroya í Bretlandi, og Elin Mortensen, sendikvinnu Føroya í ES. Semja er í løgtinginum um at broyta vallógina, so fólk, sum eru undir verjumáli og hava fingið rættarliga myndugleikan frátiknan eftir verjumálslógini, hava valrætt á kommunuvali og kunna stilla upp til kommunustýri. Rættarnevndin hevur longu skrivað álit um uppskotið hjá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni, sum hevði fyrstu viðgerð fyri tíggju døgum síðani. Hon heldur eisini, at stýrisskipanarlógin skal broytast, so fólk, sum eru undir verjumáli og hava fingið rættarliga myndugleikan frátiknan eftir verjumálslógini, eisini kunnu fara á løgtingsval. Hvørki Landsverk ella Løgmansskrivstovan kannaðu, um vørurnar vórðu latnar. Men Landsgrannskoðanin kannaði, um innbúgvið, sum varð keypt í 2017 og 2018, var har. Í desember í fjør greiddi Løgmansskrivstovan frá, at sum eina eyka trygd hevur hon gjørt eina nýggja mannagongd viðvíkjandi góðkenning av rokningum fyri leysar lutir so sum møblar. Landsgrannskoðanin sigur eisini um umbyggingina í Tinganesi, at roknskapirnir fyri 2018 og 2019 eru ikki rættir, tí góðar 120.000 krónur, sum hoyra til 2018, eru bókaðar í 2019. Løgmansskrivstovan hevur greitt frá, at sambært Landsverki fer stovnurin at fáa viðurskiftini í rættlag við at nýta fíggjarstýringarskjalið, sum var ment í 2019. Tá tað arbeiðið er liðugt, fer Løgmansskrivstovan at meta, um neyðugt er at gera broytingar í mannagongdunum, sum tey brúka, tá tey brúka Landsverk sum byggiharra og lata stovninum ræðisrætt yvir kontuni, sum eitt nú í sambandi við umbyggingina í Tinganesi. Í gjár vóru umboð fyri Tórshavnar kommunu, HB og B36 á fundi. Og har gjørdu venjararnir, Jákup á Borg í B36 og Jens Berthel Askou í HB, greitt, at vøllurin ikki kann brúkast, sum støðan er nú. Býráðið hevur játtað fimm milliónir krónur til Ovara vøll í ár. Og fýra milliónir eru settar av í langtíðarætlanini fyri næsta ár, ella níggju milliónir krónur tilsamans. Hoyr samrøðu við Jákup Mørk, næstformann í B36, í útvarpstíðindunum. Tey flestu munnu seta Holgar Jacobsen í samband við tónleik. Hann er kendur úr Holgar og villmonnum, Tinganest og hevur givið nógv út á egnum beinum. Báturin, sum hann hevur bygt, er ein 50 tonsari. Hesir vóru rættiliga vanligir fyrr, og mær hevur altíð dámað so væl skapið á teimum. Haldi teir eru arkitektoniskt meistaraverk, sigur Holgar Jacobsen. Nógvir tímar eru brúktir, men korona hjálpti væl. Tá bleiv eg sendur til hús og kundi hugsavna meg um modellbátin, sigur Holgar Jacobsen, ið ætlandi fer undir okkurt nýtt modell seinni. Ein gerðarrættur skal gera av, um Landsverk skal hava 1,6 mio. krónur frá høvuðsráðgevanum, tá Tekniski skúli í Klaksvík varð útbygdur. Munurin millum 36,6 og 38,2 milliónir krónur stendst av, at Landsverk í 2016 sendi høvuðsráðgevanum ein faktura, 1,6 milliónir krónur, har Landsverk vísti á, at feilir hjá ráðgevanum gjørdu, at aðrar arbeiðstøkur vórðu vorðnar dýrari. Í vetur verða orð ella orðingar tikin upp í sendingini, sum hava verið at sæð í fjølmiðlunum. Endamálið er at viðgera tekstir málsliga og harvið at varpa ljós á mál og málburð í fjølmiðlunum. Trý dømi eru á skránni í hesi sendingini Talið av innleggingum í sambandi við corona í Danmark er nú tað hægsta í tríggjar mánaðar. Bústaðir skal fáa heimild frá løgtinginum til at fáa til vega fígging til bygging av seks til átta leigubústøðum. Klæmint Andrasson Olsen skeyt einsamalla málið við hælinum, tá Føroyar tryggjaði sær annan sigurin á rað í Nations League og tóku ræðið á bólkinum. Kvinna við róðri ella róðrið. Talan er um standmynd, sum er reist í Klaksvík fyri at minnast listamannin, Fridtjof Joensen. Kjak hevur tikið seg upp, um róðrið skal hava ð ella ikki. Elin Henriksen staðfestir, at tað er stórur merkingarmunur á, um róðrið endar við ð ella ikki. Norðmaður skrivar soleiðis til Málteigin Havi lært, at tá ein tosar um eina konu, so eiga lýsingarorð ikki at enda við ur, men unnustan heldur fast um, at eg skal kalla hana vøkUR og lekkUR . Burðaravlopið er 25 færri, serliga tí, at føðitalið er minkað, og nettoflytingin er 90 færri, serliga tí, at tilflytingin er minkað. Í viku 39, sum byrjar 21.september, byrjar stóra gerðarrættarmálið millum TG Verk og Landsverk um skúladepilin í Marknagili og arbeiðið har. TG Verk hevur stevnt Landsverki eftir 75,5 milliónum krónum, og kravið hjá Landsverki er 80 milliónir. Harafturat koma rentur frá tí degi, málið varð latið gerðarrættinum. Voldgiftsnævnet í Keypmannahavn viðger málið, og tað verður viðgjørt í Keypmannahavn. Sirius advokater umboðar Landsverk, og TG Verk hevur Dahl advokatfirma. Eitt av tí, sum er afturútsiglt, er útgerðin á alarmsentralinum. Hon er frá 1980 unum, og tað ber millum annað ikki til hjá løgregluni at síggja, hvaðani viðkomandi, sum ringir, er staddur. Bestu mansliðini hjá B36 og HB vilja ikki spæla sínar heimadystir á nýggja graslíkinum á ovara vølli í Gundadali, tí tað kann ikki brúkast, siga venjararnir hjá báðum feløgunum. Sigurð Ó. Vang, leiðari á Mentamáladeildini í Tórshavnar kommunu, sigur, at ein altjóða kanningarstova SportLabs kannar graslíkið á ovara vølli í Gundadali hvørt ár. Stóra Dímun er ein veldug náttúruperla og ein áhugaverd landbúnaðareind, har tey á garðinum royna at troyta náttúrutilfeingi sum best og burðardygt. Tað var ein avbjóðing at fáa trø at vaksa Úti í Grøv, men við tógvið stríð er tað eydnast, og dagliga vitja nógv fólk viðarlundina. Korona og óvissa merkja føroyska búskapin. Tað sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag í nýggjari frágreiðing. Hóast Føroyar eru komnar rímiliga væl ígjøgnum koronakreppuna higartil, so eru framtíðarútlitini óviss. Tað er ikki bara korona, ið skapar óvissu, men eisini vantandi avtalur við onnur lond umframt langtíðarætlanir hjá landi og kommunum, sigur Arbeiðsgevarafelagið. Hoyr samrøðu við Maritu Rasmussen, stjóra í Vinnuhúsinum. Trygdin á føroyskum arbeiðsplássum er ikki nøktandi. Í Føroyum hava verið tríggjar deyðsvanlukkur higartil í ár. Tað merkir, at Føroyar liggja oman fyri grannalondini, tá tað ræður um deyðsvanlukkur á arbeiðsplássum. Jóhan Carl Dam er nevndarlimur í Havnar Arbeiðarafelag og umboðar arbeiðstakarar í Arbeiðsumhvørvisráðnum, sum er sjálvstøðug eind undir Arbeiðs og Brunaeftirlitinum. Hann sigur, at tað gongur ofta long tíð, til úrslit sæst av arbeiðnum í ráðnum, tí eitt uppskot frá Arbeiðsuhvørvisráðnum skal gjøgnum nógv lið, áðrenn lógin verður broytt. Korona og óvissa merkja føroyska búskapin. Tað sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag í nýggjari frágreiðing. Hóast Føroyar eru komnar rímiliga væl ígjøgnum koronakreppuna higartil, so eru framtíðarútlitini óviss. Tað er ikki bara korona, ið skapar óvissu, men eisini vantandi avtalur við onnur lond umframt langtíðarætlanir hjá landi og kommunum, sigur Arbeiðsgevarafelagið. Hoyr samrøðu við Maritu Rasmussen, stjóra í Vinnuhúsinum. Klagan er komin í sambandi við málsviðgerð, har klagarin ikki fekk innlit í tilfar, ið var tengt at teldupostkassanum hjá einum starvsfólki, sum ikki longur er á lívi. Umboðsmaðurin heldur, at tað er óheppið, at arbeiðstengt tilfar í teldupostkassanum, ið ikki varð skjalført aðrastaðni, var farið fyri skeytið. Umboðsmaðurin minnir á, at myndugleikar hava skyldu at skjalføra, og at skjalføring av innkomandi posti sum meginregla eigur at verða framd sama dag ella fyrsta arbeiðsdagin eftir. Umboðsmaðurin mælir arbeiðsgevaranum til at gera mannagongd fyri, hvussu teldupostkassin hjá starvsfólki, ið brádliga fer úr starvi, til dømis í sambandi við andlát ella álvarsliga sjúku, verður handfarin. Umboðsmaðurin vísir eisini á, at tað hevur serligan týdning, at einki arbeiðstengt tilfar, ið av røttum átti at verið skjalført og møguliga fevnt av almennum innliti, er goymt í einum teldupostkassa, ið verður strikaður. Á Toftum búgva Miriam og Roda. Tær hava kanirir, tær eita Petra Kanin og Gutti. Eisini arbeiða tær við heimasíðu, sum snýr seg um kaninir. Soleiðis sigur Búi Egason Dam, sjónleikari og leikstjóri, um heildarupplivingina, tá ið hann sá Koronologar 2020 hjá Tjóðpalli Føroya. Koronologar eru 19 stuttfilmar, sum eru sprotnir úr koronutíðini á eini tvørlistarligari verksmiðju hjá Tjóðpallinum við 10 rithøvundum, 10 palllistafólkum og fýra fotografum. Málið er at sameina palllist og filmslist. Bústaðarbyrðan, sum er roknað sum prosentparturin av inntøkuni eftir skatt hjá einum pari við tveimum børnum, sum fer til at fíggja ein bústað, er í økinum tætt við Eysturoyartunnilin eisini vaksin nógv seinasta árið. Bústaðarbyrðan er farin úr 17 prosentum upp í 23 prosent frá 2019 til fyrra hálvár í ár. Tað merkir, at í miðal fara 23 prosent av inntøkuni eftir skatt til at fíggja ein bústað í økinum. Teir tríggjar mánaðirnar fóru og komu 1,3 milliónir fólk í floghavnina, og tað eru 85 prosent færri enn somu mánaðir í fjør, vísa tøl, sum floghavnin hevur almannakunngjørt. Uppgerðin hjá Fiskamarknaðinum í dag vísir, at besti prísurin fyri tosk 1 var 33,10 krónur fyri kg, og fyri tosk 2 var hægsti prísurin 33 krónur fyri kilo. Miðalprísurin fyri tosk 1 var beint undir 33 krónur, og næstan 28 krónur fyri tosk 2. Um svensk bretska felagið, AstraZeneca, fær loyvi at fara undir aftur royndirnar við koronakappingarevninum, sum roynt verður at menna, so væntar fyritøkan, og hon um ársskiftið kann boða frá, at koppingarevnið kann nýtast. AstraZeneca var farin undir kanningar av koppingarevninum á triðja og seinasta stigi, tá eitt av fólkunum, sum var við í kanningunum, fekk hjáárin. Hann vísir á, at allur heimurin fylgir royndunum hjá fyritøkuni, tí spenningurin er stórur, um koppingarevnið kann nýtast fyri koronu, og tí skal ein óheft trygdarnevnd fáa greiðu á viðurskiftunum, sigur hann. ES hevur gjørt avtalu við AstraZeneca um 300 milliónir skamtir av koppingarevninum, um hann verður góðkendur, og hevur avtalað at fáa 100 milliónir skamtir aftrat til tey 27 ES londini. Nú eru fleiri enn 900.000 fólk deyð av koronusjúkuni kring heimin, síðani sjúkan fyrstu ferð varð staðfesti Kina í desember í fjør, skrivar NTB. Í USA eru 195.000 fólk deyð, í Brasil 129.000, í India 75.000, í Mexiko 68.000, og í Bretlandi eru 42.000 fólk deyð, vísir ein uppgerð hjá Worldmeters. Tað er serliga Latínamerika og Karibia sum eru meinast rakt. Har eru meira enn 300.000 fólk deyð, síðani kemur Evropa, har 220.000 fólk eru deyð. Harðskapur móti lívsfelaga ella unnustu verður ikki revsaður eins hart, og annar harðskapur. Tað mátti ein ung kvinna í Havn sanna, tá hon meldaði fyrrverandi unnusta sín í 2018. Hóast harðan dóm var revsingin treytað og tað er vanligt í slíkum førum, sambært ákæruvaldinum. Nógvar kvinnur orka ikki at melda harðskap frá makanum og tað skilir hon væl, sigur Durita Fagradal Augustinusen, sum fyri tveimu árum síðani valdi at melda fyrrverandi unnustan. Luttakarar Durita Fagradal Augustinusen, Steen Nørskov og Linda Hesselberg. Gjørt sendingina hevur Marjun Dalsgaard Redaktørur var Hallur av Rana Nógv orka ikki at melda harðskap frá makanum og tað skilir Durita Fagradal Augustinusen væl. Hon meldaði fyrrverandi unnustan fyri harðskap fyri tveimum árum síðani. Tað var sera einsligt og eingin stuðul var at heinta í skipanini. Løgreglumenninir, sum komu á staðið trúðu henni ikki, og hon fekk onga kunning um málið, greiðir Durita frá. Sakførarin Jógvan Páll Lassen gjørdist hennara dyggasti stuðul, sum hon ringdi til í tíð og úrtíð. Harðskapur móti lívsfelaga ella unnustu verður ikki revsaður eins hart, og annar harðskapur. Tað er vanligt í slíkum førum, sambært ákæruvaldinum. Durita Fagradal Augustinusen hevur valt at standa fram við navni, tí hon vil ikki tiga vit mugu avstigmatisera offur fyri harðskap, sigur hon. Nógv orka ikki at melda harðskap frá makanum og tað skilir Durita Fagradal Augustinussen væl. Hon meldaði fyrrverandi unnustan fyri harðskap fyri tveimum árum síðani. Tað var sera einsligt og eingin stuðul var í skipanini. Løgreglumenninir, sum komu á staðið, trúðu henni ikki, og hon fekk onga kunning um málið, greiðir Durita frá. Sakførarin Jógvan Páll Lassen gjørdist hennara dyggasti stuðul, sum hon ringdi til í tíð og úrtíð um alt millum himmal og jørð. Harðskapur móti lívsfelaga ella unnustu verður ikki revsaður eins hart og annar harðskapur. Tað er vanligt í slíkum førum, sambært Lindu Hesselberg, ákæra. Durita Fagradal Augustinussen hevur valt at standa fram við navni, tí hon vil ikki tiga vit mugu avstigmatisera offur fyri harðskap, sigur hon. No 8 er heiti á nýggjastu fløguni við 69 ára gamla Stanley Samuelsen, ið er ættaður úr Fuglafirði, men seinastu 50 árini havt bústað í Danmark. 12 sangir á føroyskum máli eru á útgávuni, sum er tikin upp í Nora studio, heima hjá Stanley, í Birkerød, stutt norðanfyri Keypmannahavn. Talan er í stóran mun um eitt einmansavrik, tí Stanley Samuelsen spælir eisini nærum øll ljóðførini sjálvur. Einasti tónleikarin afturat Stanley, er vinur hansara Gert Smedegaard, sáli, sum spælir trummir á trimum løgum. Stanley hevur eisini sjálvur gjørt øll løgini og skriva fimm av teimum tólv tekstunum á fløguni. Janus Djurhuus eigur tríggjar, Hans Andrias Djurhuus, Regin Dahl, Obert Eliasen og Louis Zachariassen eiga hvør sín tekst. Tað er fyritøkan Globi, sum í samstarvi við Thetis stendur fyri verkætlanini at gera eitt UV skáp, sum kann reinsa leikur og aðrar lutir fyri bakteriur. UV C strálurnar drepa virus og bakteriur, so tey ikki bera smittu víðari. Í dag vórðu seinastu tillagingarnar, áðrenn skápið kann takast í nýtslu. Hóast Karlstad skipanin roynist væl í Føroyum, kunnu øll ikki fáa gleði av ráðgevingini. Karlstad skipanin er ein serstakur læriháttur til fólk við mál , talu og samskiftistrupulleikum, og kann eisini nýtast til fólk, sum hava trupulleikar við menningini. Karlstad lærihátturin tekur útgangsstøði í tí einstaka persóninum, og kann tí vera nýttur av fólki sum hava smærri og størri avbjóðingar við samskiftinum. Sernám hevur seinastu árini verið undir bygnaðarbroytingum. Stovnurin hevur nú skipað seg í 4 økir, og ráðgevarnir hoyra undir ávísu økini. Og tað er ikki nøktandi, at einasti karlstad ráðgevin í landinum, bert skal arbeiða í einum ávísum øki, sigur Javni. Margreth Olsen, stjóri á Sernámi, var gestur í sjónvarpsstovuni. Umhvørvisstovan hevur góðkent metingina hjá partafelagnum Vindfelagnum í Neshaga, sum er dótturfelag hjá SEV, um, hvørja ávirkan fýra vindmyllur í hagapartinum Suðurhelvt á Eiði fáa á umhvørvið har. Umhvørvisgóðkenningin varð latin í gjár, og kærufreistin er til 9.oktober. Vindfelagið í Neshaga ætlar at seta upp fýra vindmyllur norðan fyri Eiðisvatn. Vindmyllurnar fara at standa í hagapartinum Suðurhelvt, millum Eiðisvatn og Gjáarvegin. Almanna og heilsunevndin hjá Eiðis kommunu heldur, at myllurnar fara at hava neiliga ávirkan á økið. Nevndin vil hava staðsetingina broytta, so myllurnar ikki síggjast úr bygdini og taka útsýnið frá henni. Men hagastýrið fyri hagan, har vindmyllurnar skuldu standa, og Fuglafrøðifelagið kærdu umhvørvisgóðkenningina, sum tann ætlanin fekk. Bjørgfríð Ludvig, kommunustjóri í Tórshavnar kommunu, verður forkvinna í starvsbólkinum hjá Kommunufelagnum tað, sum eftir er av hesum valskeiðinum. Valskeiðið endar á nýggjárinum. Hon tekur við eftir Jákup Frants Larsen, sum legði frá sær 1.september sær sum kommunustjóri í Fuglafjarðar kommunu eftir at hava verið í starvi hjá kommununi í 45 ár. Og flestu almennu reglur og fyriskipanir galda ikki fyri almennu partafeløgini. Tey eru heldur ikki við í fíggjarlógum ella roknskapum, sum løgtingið fær. Í 2016 segði Fíggjarmálaráðið seg vera samt við Landsgrannskoðanina um vandan, sum kann standast av, at ov nógv virksemi verður lagt í almenn partafeløg uttan fyri fíggjarlóg, har ikki sama gjøgnumskygni, almenn stýring og almennar reglur eru galdandi. Grunnar eru heldur ikki við í landsroknskapinum. Dømi um tað eru Realurin og Samhaldsfasti. Har eru okkurt um tvær milliardir krónur í eginogn. Arbeiðaraflokkurin hevði fingið 19,9 prosent av atkvøðunum, um val var nú. Tá ein líknandi kanning varð gjørd í august, fekk Arbeiðaraflokkurin 24,6 prosent, skrivar NTB. Floksskrivarin hjá Arbeiðaraflokkinum, Kjersti Stenseng, sigur við NTB, at órógvið, sum hevur verið innanhýsis í flokkinum seinastu tíðina, uttan iva er orsøkin til vánaliga úrslitið. Hóast Arbeiðaraflokkurin fær eitt søguliga vánaligt úrslit, so hevði vinstravongurin í norskum politikki vunnið valið, um val var nú. Høgriflokkurin hjá Ernu Solberg, forsætisráðharra, hevði fingið 27 prosent av atkvøðunum, um val var nú, og hevði verið størsti flokkurin í stórtinginum. Men av tí at stuðulsflokkarnir hava afturgongd, hevði stjórnin ikki fingið meiriluta, skrivar NTB. 683 børn vórðu fødd í Føroyum í 2019 343 dreingir og 340 gentur. Nakrar umsóknir vóru eisini um nýggj nøvn, sum allar vórðu gingnar á møti. Flest umsóknir vóru um bíbilsk nøvn úr Gamla testamenti og annars um stavseting í sambandi við uppkalling. Hoyr Annfinn Johansen, formann í Navnanevndini greiða frá. Føroya Rættur skal í fyrsta umfari gera av, um tey, sum búgva í Føroyum og arbeiða í øðrum Norðurlandi, sleppa undan at rinda heilsutrygdargjald í Føroyum, tí norðurlendskur sáttmáli um sosiala trygd er galdandi. Lógin áleggur Heilsutrygd at krevja pengar frá øllum, sum eru fylt 18 ár, og sum lógin umfatar. Og lógin umfatar øll, sum búgva í Føroyum. Kærunevndin í almannamálum, familjumálum og heilsumálum hevur avgjørt, at føroyingar, sum arbeiða í einum øðrum Norðurlandi, skulu ikki gjalda heilsutrygdargjald sambært norðurlendska sáttmálanum um sosiala trygd. Búnaðarstovan hevur fingið nøkur tons av ull meira í ár enn í fjør. Tey eru ikki liðug at skilja ullina enn, men í ár eru komin 28 ella 29 tons. Fyri ull í fyrsta flokki verða latnar 10 krónur fyri kilo, tá meirvirðisgjaldið er við. Fyri annan flokk verða latnar 1,50 krónur við mvg. Síðani 12. mars hevur løgmansskrivstovan staðið fyri almennari kunning um korona. Í sendingini hoyra vit um hugskot og ætlan við kunningini. Skal ein vertur koyrast av eini fótbóltssending, tá ein venjari kemur við hvøssum viðmerkingum Gestir Páll Holm Johannesen, kunningarráðgevi Løgmansskrivstovan, Eyðbjørt Skylv Midjord, kunningarfólk. Eirikur Lindenskov, blaðstjóri Sosialurin, Georg L. Petersen, tíðindaleiðari KvF og Katrin Petersen, journalistur. Mikkjal Thomassen, venjari, og Ivan Niclasen, kringvarpsstjóri. Tað er skilagott at seta ein radara upp í Føroyum. Tað halda fólkatingslimirnir Niels Flemming Hansen, úr Konservativa Fólkaflokkinum, og Sjúrður Skaale úr Javnaðarflokkinum. Christian Juhl úr Eindarlistanum heldur harafturímóti at talan er um hernaðardubbing. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Klokkan seks í morgun kom norska frystifarmaskipið, Silver Copenhagen, til Havnar eftir fiskinum hjá russiska trolaranum, Yantarnyy. Hann fór av Oyrareingjum 1.september í Nólsoyarfjørð at leggja seg. Yantarnyy kom á Oyrareingir 23.august eftir at hava verið til fiskiskap norðanfyri. Teir báðir vóru á fundi við Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, mánadagin, og tá avráddu teir at hava fund aftur í gjár. Men tann fundurin hevur ikki verið, og Jan Ziskason sigur, at hann ikki hevur fingið fundarboð. Tað heldur Føroya Váðaráð, sum hevur havt sín 11. fund, og niðurstøðan er, at tað eru framvegis ikki tekin um systemiskar váðar í føroyska bankageiranum. Váðaráðið sigur, at koronufarsóttin hevur verið ein negativur stoytur fyri føroyska búskapin, heldur enn ein verulig kreppa, soleiðis sum tað er í fleiri øðrum londum. Váðaráðið staðfestir tó, at útlitini enn eru óviss, tí gongdin í fiskaútflutninginum er treytað av, hvussu støðan við koronufarsóttini lagar seg á útflutningsmarknaðum. Men hóast óvissuna, so hava húsarhaldini varðveitt sítt bjartskygni, tí eitt nú hækka sethúsaprísirnir aftur, og nýtslan er eisini vaksin, síðani samfelagið læt upp aftur, sigur Føroya Váðaráð. Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður við arbeiðsmarknaðarmálum, harmast um vanlukkurnar, men hann heldur, at vit skulu vera varin at gera niðurstøður út frá tølum frá bara einum ári. Tað fer at kosta SEV 180 milliónir krónur, um netið verður skilt frá framleiðsluni hjá SEV, soleiðis sum ætlanirnar hjá samgonguni eru. Og tað kann vera, at SEV fer at seta fram endurgjaldskrav móti landinum fyri at rinda eykakostnaðirnar, sum standast av at sundurskilja framleiðsluna og netið hjá SEV, sigur nevndarformaðurin. Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, boðar í teldubrævi arbeiðsbólkinum, sum skal orða eitt uppskot um, hvussu netið skal loysast frá framleiðsluni, frá, at SEV seinastu árini hevur tikið lán, har lánstreytirnar millum annað áseta, at verður bygnaðurin í SEV broyttur, so falla lánini til gjaldingar beinanvegin. Hetta eru lán fyri tilsamans 1,5 milliard krónur. Stjórin sigur eisini við arbeiðsbólkin, at broytingar í bygnaðinum hjá SEV eiga at verða gjørdar á skipaðan og upplýstan hátt og soleiðis, at støðan hjá lánsveitarunum ikki verður verri enn upprunaliga avtalað. Ein fyritreyt fyri tí er, sigur Hákun Djurhuus, at lánsveitararnir fáa eina ætlan, sum ítøkiliga lýsir broytingarnar, samstundis sum teir fáa neyðugu tíðina at viðgera ætlanina, áðrenn støða verður tikin til málið. Starvsuppgávan er at umboða føroyskar myndugleikar mótvegis ísraelskum myndugleikum og øðrum sendistovum í Tel Aviv. Og at røkja sambond við ísraelskt vinnulív og mentanarlív. Kravið er, at umsøkjarin hevur viðkomandi hægri útbúgving, royndir í almennari fyrisiting, gott innlit í uttanríkisviðurskifti og góðar samskiftisførleikar á føroyskum og enskum. Seinastu tíðina hava royndir verið gjørdar á biogassverkinum Førka, og í næstu viku er ætlanin at seta motorin í gongd at framleiða el og hita úr grønu orkuni. Fólkið, sum mikudagin fekk staðfest koronu, mátti kannast tvær ferðir, áðrenn úrslitið var greitt. Tað sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni. Tá kanningin varð gjørd, var ógreitt, um viðkomandi var smittaður ella ikki. Tí var neyðugt við einari kanning aftrat, og tá varð staðfest, at viðkomandi var smittaður. Lars Fodgaard Møller, landslækni sigur, at tað hendir av og á, at ivi er um fyrstu kanningina, og tá fáa fólk boð um at lata seg kanna einaferð aftrat, so eingin ivi er. Og tað varð gjørt í hesum førinum. Hvussu nógv lata seg kanna sætta dagin, er ikki greitt, tí tað eru eingi hagtøl um tað enn, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni. Fyrst í næstu viku fer Jørgen Niclasen á fund við nevndina í Føroya Tele eftir, at bæði stjórin og nevndarformaðurin hava sagt seg úr starvi. Hann hevur í hesi vikuni havt drúgvan fund við Jan Ziskasen, stjóra og nevndarformannin, Ómar Svávarson, sum báðir hava sagt seg úr starvi. Teir hava greitt frá sínum sjónarmiðum, og fyrst í komandi viku verður støðan umrødd við nevndina, sigur Jørgen Niclasen. Hann vil kortini ikki siga nakað um, hvat tosað varð um. Ætlanin var, at fundurin við Føroya Tele skuldi vera í gjár, men landsstýrið hevur fyrireikað fíggjarlógaruppskotið, og tí hevur ikki verið tíð til fundin, men hann verður fyrst í næstu viku, sigur Jørgen Niclasen. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, vil ikki gera stórvegis viðmerkingar til uppskotið enn, men hann viðgongur, at tað er torførari at gera eitt uppskot í ár, enn vanligt hevur verið, tí inntøkurnar eru nógv minkaðar. Arbeiðið við fíggjarlógini heldur fram næstu dagarnar, og uppskotið verður lagt fyri løgtingið seinast í september, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður. Í sendingini hoyra vit um stóra bókaverkið Trap, sum nú hálvthundrað ár eru liðin, síðani tað seinast kom út, endiliga kemur út aftur í einari dagførdari útgávu, har nútímanstøkni eisini er tikin við. Og so vitjar yrkjarin og rithøvundin Jóanes Nielsen. Hann greiðir frá nýggja savni sínum, sum ber heitð Rakkaljóð , og lesur nakrar yrkingar. Vit enda við at fáa eitt prik frá Jákupi Veihe. Seinastu fimm árini er tað vordið tvífalt so dýrt at keypa hús í parti av Eysturoynni og gongdin er tann, at húsini framvegis dýrka. Dreymurin er at selja Føroyar á fløsku. Faer Isles Distillery hevur keypt jørð í Kvívík til at byggja eitt distellerí. Gongst sum ætlað, hava tey whisky á fløsku um góð trý ár, meðan ginnið verður klárt næsta ár. Alt bendir á, at tað í løtuni eru nógv rúsevni í umferð í Føroyum. Løgreglan heitir á foreldur og onnur, sum fáast við ung fólk, um at halda eitt vakið eyga. Tvær framsýningar eru um dagarnar á Landsbókasavninum. Onnur er um seinna heimsbardaga og hin er ein listaframsýning við Titu Winther, sum andaðir fyri einum ári síðani. Listaframsýningin stendur frammi til seinast í september, meðan tanum seinna heimsbardaga heldur á árið út. Hoyr bókavørðarnar Lauru Winther og Sólvør Henriksen greiða frá um hesi tiltøkini. Zadekul Padewari Robin eigur og rekur McBarr í Saltangará. Hann er úr Bangladesh, haðani hann kom til Føroya fyri 17 árum síðani. Umframt McBarr hevur hann eisini McGrill í Klaksvík, har hann býr. Vikuskiftissendingin ringdi til eigaran í beinleiðis innslagi í sendingini. Herviligi Henry verður knappligar ríkur 1. partur. Francesca Simon skrivaði og Bergur Rasmussen týddi til føroyskt. Bókadeilld Føroya Lærafelags gav út. Herviligi Henry verður knappligar ríkur 1. partur. Francesca Simon skrivaði og Bergur Rasmussen týddi til føroyskt. Bókadeilld Føroya Lærafelags gav út. Í hinum førinum er talan um ein persón, sum hevur verið uttanlands, og sum hevur latið seg kannað á sætta degi eftir, at hann kom aftur til Føroya. Í dag vóru 30 ár liðin síðani Føroyar vunnu søguliga 1 0 sigurin á Eysturríki í fyrsta EM undankappingardystinum hjá føroyska fótbóltslandsliðnum nakrantíð á einum lítla leikvøllinum í áður fullkomiliga ókenda svenska býnum Landskrona. Leikararnir á víðagitna landsliðnum nýttu í dag høvið til at hittast í Reinsarínum í Havn, áðrenn leiðin gekk út í býin at fáa sær ein betri bita. Og teir vóru har allir, málmaðurin við topphúgvuni, Jens Martin Knudsen, miðverjin Tummas Eli Hansen, Allan Mørkøre, sum bert var tannáringur, tá søguligi sigurin kom í hús, miðvallar generalurin Abraham Løkin, liðskiparin Jóannis Jacobsen, og eisini hetjan fram um tær allar, Torkil Nielsen, sum hevur flogið undir radaranum har vestri næstan síðani hann skoraði einsamalla føroyska málið. Meðan flest okkara nokk minnast best málið, sum Torkil Nielsen úr Sandavági skorað, so er tað eitt sindur ymisk, hvat leikararnir sjálvir minnast best frá søguliga dystinum. Eingin av leikarunum, sum spældu við, ivast í, at 1 0 sigurin á Eysturríki í Landskrona hevur havt risastóran týdning fyri Føroyar á sera ymiskar mátar. Vandi er fyri, at tað upp á sikt fer at ávirka møguleikarnar hjá føroyingum at arbeiða í Norra, at bæði Føroyar og høvuðsstaðarøkið í Danmark er á reyða lista hjá norrmonnum. Tað sigur Dánjal Jákup Meinertsson, formaður í Áhugafelagnum Antares, sum er felagið hjá føroyingum, sum arbeiða uttanlands. Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, segði við útvarpið í gjár, at fólk, ið eru fyri harðskapi, skulu hava eina góða og trygga skipan at venda sær til. Tí verður í næstum um ársskiftið ein móttøka, tey kunnu venda sær til, sett á stovn. Høvuðsendamálið skal vera at tryggja neyðugu hjálpina. Tað fólk, sum hava upplivað neyðtøku ella annan kynsligan harðskap fyrst og fremst hevur tørv á í slíkari støðu, er at kenna seg trygg, sigur sigur Katrin á Neystabø, aðarskrivari Amnesty International Føroyar. Talan er um fimm persónar, sum eru smittaðir í Føroyum. Seinastu tilburðirnar, eru annars í størstan mun funnir á flogvøllinum frá ferðafólki, sum eru komin til Føroya. Lars Fodgaard Møller, landslækni, sigur í dag, at tveir av teimum fimm smittaðu sótu í sóttarhaldi og hinir tríggir vórðu mettir at verða útsettir, tí teir vórðu partur av eini smittuketu, har korona kundi vera í. Tilsamans hava 423 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 410 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 13 persónar smittaðir í løtuni. Kalifornia er serliga hart rakt. 28 eldar brenna í statinum og eini 15000 sløkkiliðsfólk eru farin til arbeiðis í eini roynd at basa eldunum. Tað hevur verið nógvur vindur í økinum seinastu dagarnar og tað hevur havt við sær, at eldurin hevur breitt seg skjótt. Veðurforsagnirnar sigur frá minni vindi og kaldari veðri og sløkkiliðsfólk vóna, at tað fer at hjálpa teimum í teirra roynd at sløkkja eldarnar. Tað hevur leingi verið heitari og turrari í Kalifornia enn vanligt. Tað er ein avleiðing av veðurlagsbroytingum, siga serfrøðingar. Umframt at velja tónleikin í sendingini greiðir Martin í høvuðsheitum frá teimum góðu minnunum í barna og ungdómsárunum í Havn, men nortið verður eisini við tær minni góðu løturnar. Martin Kúrberg hevur roynt eitt sindur av hvørjum, verið fótbóltsvenjari, lastbilførari, leiðari av camping øki, grindaformaður og seinastu árini hevur hann arbeitt fyri at hjálpa teimum, sum eru komin illa fyri av rúsevnum og alkoholmisnýtlu í samfelagnum. Hann er leiðari á Herberginum hjá Frelsunarherinum og stovnari av viðgerðarheiminum Frælsi, sum er fyri ungar rúsevnismisnýtarar. Eyðfinn Jensen var og vitjaði Martin Kúrberg í Skálavík. Løgreglan ávarar ung, foreldur og onnur um vandan við rúsevnum. Í nøkrum av okkara grannalondum verður meira gjørt við fyribyrgjandi økið. Sirið Stenberg heldur, at Ísland kann vera eitt fyridømi. Hon er tó varin til íslendska modellið, tá ið talan er um at seta mark fyri, hvussu leingi ung skulu sleppa at vera úti um næturnar. Landsstýrismaðurin umsitur heilsumál, og hann heldur, at meira kundi verið gjørt á fyribyrgingarøkinum. Hann heldur, at eftirlitið skal herðast umframt revsingin. Men sjálvt um landsstýrismaðurin metir, at meira eigur at vera gjørt á fyribyrgingarøkinum, so vil hann tó ikki lova meira pening til økið. Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur lagt fram uppskot til lóg, sum skal forða fyri hvítting av pengum og forða fyri, at føroyskar fíggjarfyritøkur verða brúktar til at fíggja yvirgang. Føroyar hava yvirtikið millum annað lívstryggingarfeløg, tvørgangandi eftirlønargrunnar og tryggingarmeklarar. og eru við í arbeiðinum hjá FATF Financial Action Task Force. Fyritøkur, fevndar av løgtingslógini, skulu millum annað kanna samleikaupplýsingar hjá kundanum, áðrenn eitt handilssamband við kundan verður stovnað, ella ein flyting verður framd. Haraftrat skal fyritøkan kanna endamálið við øllum torgreiddum og óvanliga stórum flytingum av peningi umframt øllum óvanligum transaktiónsmynstrum og virksemi, sum ikki hava eitt greitt fíggjarligt ella ávísiligt lógligt endamál. Fyritøkurnar skulu kunna prógva, at tær halda løgtingslógina, og at kunnleikin til kundan er nøktandi, tá ið ræður um vandan fyri hvítting og fígging av yvirgangi. Lógin skal forða fyri, at brotsfólk misbrúka føroyskar fyritøkur og fíggjarligu skipanina í Føroyum til hvítting, og til at fíggja yvirgang. Tá flóttafólkakreppan tók seg upp í 2015 og í 2016, gjørdist Lesbos eitt savningarstað fyri flóttafólk og migrantar, sum vildu til Evropa. 11 evropeisk lond fara at taka ímóti 400 børnum í leguni, sum eru einsamøll, men Danmark er ikki millum tey londini. Í staðin hevur Danmark gjørt av at senda 22,4 milliónir krónur til økið, umframt neyðhjálp av ymsum slag. Eftir eldin varð staðfest, at 35 fólk eru smittað við korona. Myndugleikarnir stúra fyri, at korona fer at breiða seg í økinum, tí migrantarnir liggja tætt saman, skrivar Reuters. Í dag fer forsetin í Hvítarusslandi, Lukasjenko, á fund við Vladimir Putin, forseta í Russlandi, sum hevur lovað honum sín fulla stuðul. Aftur í gjár vóru minst 100.000 fólk í gøtunum í hvítarussiska høvuðstaðnum, Minsk, at mótmæla Lukasjenko, og tey krevja hann frá. Fólk í Hvítarusslandi siga seg einki hava ímóti russiska forsetanum, men tey siga seg vilja sleppa av við Lukasjenko, sum hevur rátt fyri borgum í Hvítarusslandi í 26 ár. Fimm ónavngivnar keldur, sum eru tætt við Putin, forseta, siga við Bloomberg, at russiski forsetin ikki roknar við, at tað fer at eydnast andstøðuni fer at fella Lukasjenko. Andstøðan í Hvítarusslandi sigur seg hava prógv fyri, at andstøðupolitikarin, Svetlana Tikhanovskaja, vann valið, og eigur at gerast forseti. Hon og stórur partur av andstøðuni eru flýdd úr landinum, samstundis sum andstøðingurin, Maria Kolesnikova, varð fongslað í farnu viku. Myndugleikarnir fara nú at gera reglur, sum millum annað siga, at bert 10 fólk kunnu vera saman innandura, og 20 fólk kunnu vera saman uttandura. Netanyahu, forsætisráðharri, hevur givið fíggjarmálaráðharranum boð um at gera eina skipan fyri tey, sum missa inntøku av átakinum. Hetta er aðru ferð, at korona hevur við sær, at Ísrael letur aftur. Í apríl varð skipað fyri líknandi átaki, og tað gjørdi mun, tí nógv færri smittutilburðir vórðu staðfestir. At bøta um bústaðarmøguleikarnar og at tryggja størri virðisøking úr tilfeinginum eru tvey av málunum, sum landsstýrið fer at raðfesta, nú eitt ár er liðið, síðani samgongan millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Miðflokkin varð skipað. Onnur mál, sum samgongan ætlar at raðfesta, er at seta ferð á grøna orkuskiftið, at bøta um viðgerðatilboðini hjá diabetikarum saman við Novo Nordisk, at fáa betri handilssáttmálar í lag og at seta sálarheilsuna á breddan. Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sigur í einum tíðindaskrivi, nú landsstýrissamgongan hevur sitið í eitt ár, at fyrsta árið hevur verið bæði spennandi og avbjóðandi. Sjálvandi hevur støðan við koronu ávirkað, men eg eri rættiliga nøgdur við, at vit longu hava avgreitt fleiri stórmál. Vit arbeiða framvegis við at røkka teimum málum, sum vit hava sett okkum fyri í samgonguskjalinum, sigur løgmaður. Teir tríggir samgonguflokkarnir siga, at millum málini, sum eru avgreidd fyrsta árið, eru, at fólkapensjónisturin hevur fingið fleiri pengar, og tað loysir seg betur hjá pensjónistum at arbeiða. Ferð er sett á arbeiðið at seta viðgerðartrygd í verk, lóg um almannatrygd og tænastur er samtykt, og fiskivinnan er aftur í tryggari legu, siga Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og MIðflokkurin. Lógin um at veita stuðul til ætlaða skúlabygningin hjá Ítróttarháskúlanum í Vági er settur á løglistan í heyst, men í løtuni ber ikki til at siga, nær peningur verður játtaður. Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis og mentamálum, í svari til Sirið Stenberg, løgtingskvinnu, sum spurdi, um landið ætlar at játta tríggjar milliónir krónur til Ítróttarháskúlan, so skúlin fær betri hølisumstøður og møguleika at taka fleiri næmingar. Jenis av Rana sigur, at samskifti er við umboð fyri Ítróttarháskúlan um at keypa og umbyggja eini eldri hús, Vaskiskúrin á Gørðunum í Vági. Kontrast hevur gjørt uppskot um umbygging og innrætting, og byggikøn frá Landsverki kanna nú verkætlanina. Landsverk hevur víst á nøkur viðurskifti, eitt nú kostnaðarmetingina og staðsetingina, og neyðugt er at viðgera hesi viðurskifti nærri, áðrenn støða verður tikin, um peningur skal játtast til verkætlanina, sigur landsstýrismaðurin í mentamálum. Ítróttarháskúlin hevur tørv á betri hølisumstøðum, og tað vil landsstýrismaðurin tryggja, sigur Jenis av Rana í svarinum til Sirið Stenberg. Tá triðja bind av bygdasøguni Nes Toftir Saltnes kom út, kunngjørdi Nes kommuna, at nú arbeiðið við bygdasøguni var liðugt, var ætlanin at fara undir at skráseta staðarnøvnini í kommununi. Áður høvdu staðarnøvn sera stóran týdning fyri okkara forfedrar, tí uttan staðarnøvn bar ikki til at siga øðrum frá hvar til dømis seyður og neyt lógu í haganum ella á bønum, og hvar í fjøruni seiður fekst á seiðabergi. Nógv skrivligt tilfar fyriliggur, sum hann hevur at halda seg til, eins og Janus hevur tosað við fleiri eldri fólk í kommununi um staðarnøvn og søgur sum knýta seg til staðarnøvnini. Staðarnøvnini verða skrásett á einari almennari talgildari skrá, sum øll fólk fara at fáa atgongd til umvegis teldu, teldil ella fartelefon. Umframt at fáa upplýsingar um ymisku staðarnøvnini í kommununi, verður eisini møguleiki at lesa søgur og síggja myndir, sum viðvíkja staðarnøvnunum. Tað var tann 3. september 2020, at tey gjørdust foreldur at tveimum gentum og einum drongi. Hetta er fyrstu ferð seinastu 16 árini, at tríburar eru føddir í Føroyum. Tað er stórur mumnur á at ganga við einum barni og so at bera trý. Eg veit ikki, um tað nakrantíð var friður í búkinum, og eg gjørdi ikki nógv annað enn at sova og eta. Men tað var lítið pláss til at eta, tí børnini tóku nógv pláss í búkinum, sigur Inga Thomsen. Tað er sera sjáldsamt at fáa tríburar. Sambært hagtølum, eru 10.000 barnsburðir ímillum hvønn tríburabarnsburð. Seinast tríburar vórðu bornir í heim í Føroyum, áðrenn teir, ið júst eru føddir, var í 2004. Eg kann als ikki ímynda mær, hvussu tað er at bara vera ein. Tað sigur Dánjal, sum er ein av tríburunum frá 2004. Hóast tey trý síggja flest fyrimunir við at vera tríburi, kann tað eisini vera møtimikið til tíðir, serliga tí tað sjáldan er friður. Morgunsendingin hevur hitt tríburararnar, sum í dag eru 16 ára gamlir, samstundis sum vit fingu orðið á mammuna, Bjørg Danielsen, ið millum annað greiðir frá, hvørjar størstu avbjóðingar og fyrimunirnir hava verið og eru við at eiga tríburar. Hetta er misskiljing. Orðið, tí, er hvørjumfall av kenniorðinum, tað. Og orðið, tað, hevur onki ð, tá tað stendur framman fyri einum kvennkynsorði. Lurtari skrivar KVF fólk siga, at onkur hevur verið inn yvir okkurt í onkrum høpi, men finnast ikki orðingar, sum lýsa betur, hvat meinast við Heldur enn at siga, hvat tað veruliga snýr seg um, so brúka fólk hesa orðing, og harvið verður málið fátækari, sigur Elin Henriksen og spyr samstundis, hví fólk ikki kunnu siga sum er Russiski andstøðingurin, Aleksej Navalnyj, varð eitraður við evninum novichok. Tað vísa kanningar, sum eru gjørdar bæði í Týsklandi og í Svøríki, skrivar NTB. So skjótt, hann var komin til Týsklands, vísti ein týsk kanningarstova hjá herinum á, at talan var um novichok. Og nú sigur talsmaðurin hjá týsku stjórnini, Steffen Seibert, at kanningar bæði á eini aðrari týskari kanningarstovu og á eini svenskari kanningarstovu vísa tað sama. Sambært talsmanninum hjá týsku stórnini, hava týsku myndugleikarnir sent royndir til felagsskapin, sum virkar ímóti kemiskum vápnum, OPCW, sum eisini skal gera kanningar. Sama hvat úrslit, stovnurin kemur til, so hava tríggjar kanningarstovur nú prógvað, at talan var um evnið novichok, sum stavar frá Sovjetsamveldinum. Týski samveldiskanslarin, Angela Merkel, aðalskrivarin í NATO, Jens Stoltenberg, og fleiri aðrir vesturlendskir leiðarar hava kravt eina frágreiðing úr Russlandi. Ætlanin var at fáa nýggja havrannsóknarskipið, Jákup Sverra, at tykjast klænri. Tí varð heitt á Anker Eli Petersen, listamann, um at koma við hugskotum til mynstur og litir. Fyri 39 árum síðani innspældi Phil Collins lag sítt In the air tonight. Lagið bleiv fagnað um allan heimin tá, og setti veruliga gongd á eina solo yrkisleið hjá Collins, sum undan 1981 serliga hevði gjørt seg galdandi sum trummisláari og sangari í bólkinum Genesis eitt yrki, sum hann tó helt áfram við, eisini eftir at hann fór at geva út tilfar í egnum navni. Fyri nøkrum vikum síðani var lagið In the Air tonight aftur at síggja á sølulistanum hjá Bilboard. Eitt sindur løgið, hildu fólk, men so kom frágreiðingin Tveir ungir menn, sum hava eina rás á YouTube, har teir filma seg sjálvar, meðan teir práta og lurta eftir tónleiki fyri fyrstu ferð, blivu sera hugtiknir, tá teir hoyrdu Phil Collins. Brotið á YouTube er nú spælt yvir seks milliónir ferðir, og hevur havt við sær, at ungfólk hava tikið lagið niður av netinum í teimum nethandlum, sum selja tónleik. Sostatt endaði In the air tonight aftur á sølulistanum, eins og í 1981. Men hvat er so serligt við hesum lagi Vit vitjað á kvøldskúlanum, har vit hitta James Goodwin, trummusláara og tónleikalærara, ið gevur sína frágreiðing. Fyritøkurnar MEST, Varðin og Varðin Pelagic fara í samstarvi við Eysturkommunu at gera eina stóra turrdokk á Tjørnunesi, innan fyri bygdina undir Gøtueiði á Skálafjørðinum. Tann 23. august kom Yantarnyy á Oyrareingir við tveimum sjómonnunum, sum vóru so illa fyri, at teir alt fyri eitt vórðu lagdir inn á Landssjúkrahúsið. Í løtuni taka seks fólk sær av beinleiðis at steðga innflutningi av rúsevnum til landið, eitt nú eftirlitinum við sjóvegis og loftvegis ferðsluni til Føroya. EB Streymur Víkingur, 2 3 1 0 Niklas Kruse, 37 minuttir 1 1 Sølvi Vatnhamar, 56 minuttir 2 1 Rói Olsen, 62 minuttir 2 2 Finnur Justinussen, 82 minuttir 2 3 Finnur Justinussen, 90 4 min. Fýra línuskip eru vesturi á rygginum og fiska tosk, svartkalva, blálongu og so nakað av lira. Trý eru á landgrunninum og fiska tosk, hýsu, longu og brosmu, og eitt er við Ísland. Viðvíkjandi útróðri, so harðnar streymurin, sum vikan gongur, men veðrið verður gott, serliga fyrst í vikuni, so væntandi verður nakað av útróðri. Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski. Tveir djúpvatnstrolarar eru vestanfyri og fiska kongafisk. Magnus Heinason er á Føroya Banka og ger yvirlitstrolingar. Hann landar miðskeiðis í vikuni, serliga hýsu og upsa og so væntandi nakað av toski. Tvey garnaskip fiska svartkalva, og fiskiskapurin er smáligur. Eitt fiskar havtasku og hevur tað brúkligan fiskiskap, sigur Fiskamarknaður Føroya í meting fyri hesa vikuna. NSÍ B36, 4 2 1 0 Petur Knudsen, 34 minuttir 2 0 sjálvmál, 37 minuttir 3 0 Klæmint A. Olsen, 41 minuttir 4 0 Petur Knudsen, 59 minuttir 4 1 Ragnar Samuelsen, 67 minuttir 4 2 sjálvmál, 70 min. Fólk í Havn og á Argjum kæra nú um gang frá russiska trolaranum, Yantarnyy, sum hevur ligið við nýggju bryggjuna í Havn síðani 8. september. Felagið rópar varskó og heitir á myndugleikarnar um at bera so í bandi, at fólk ikki verða fyri skaðiligum larmi. Felagið biður politikararnar um at síggja til, at fólk fáa svøvnfrið og hvíldarfrið. 8. september fingu fólk í Ánunum boð um, at Yantarnyy var á veg í Norðhavnina at leggja fiskin upp har, og at tað fór at taka tríggjar dagar. Skipið fór ongantíð til Ánirnar, men hevur ligið við nýggju Skansabryggjuna í Havn síðani, har eitt norskt farmaskip tekur fiskin frá Yantarnyy. Nógv bendir á, at ásetingarnar í donsku revsilógini um neyðtøku verða broyttar í næstum. Eftir ætlan verður eitt uppskot lagt fyri Fólkatingið í næsta mánaði. Helst verður farið frá einari tvingsilsgrundaðari neyðtøkuáseting til eina áseting, sum er grundað á annaðhvørt frían vilja ella á samtykki. Landsstýrið hyggur í løtuni nærri at, hvussu norðurlond hava skipað seg á hesum øki. Royndirnar í okkara grannalondum verða síðani brúktar sum grundarlag, tá ið støða skal takast til, hvussu ein føroysk áseting skal orðast, sigur Bárður á Steig Nielsen. Landsstýrið ætlar eisini at umrøða spurningin nærri við ymiskar áhugabólkar eitt nú KRIS, Amnesty International Føroyar, Føroya Politistafelag og Advokatfelag Føroya, soleiðis sum gjørt hevur verið fyrr, tá ið broytingar eru gjørdar í revsilógini. Føroyar fingu atlimaskap í UNESCO í 2009. Fyri tveimum árum síðani tóku vit so undir við sáttmálanum um verju av siðaarvi, og nú skal ferð setast á hetta arbeiði. Vit fáa vitjan av Armgarð Weihe, fultrúa í Uttanríkis og mentamálaráðnum, og Herleifi Hammer, stjóra á Tjóðsavninum. Sætta bókin í røðini Mín krýnika er útkomin. Vit hitta Jógvan Arge, sum hesa ferð eisini umrøður, tá Føroyar skipaðu fyri HM í hondbólti í 1980. Ikki er tað bara stuttligt at arbeiða við mentan í hesum døgum, sigur Sigvør Laksá, sum skipar fyri útgávukonsert hjá Eivør um vikuskiftið. Pál Weihe skilir væl, um mentafólk kenna seg fyri vanbýti. Hoyrið sendingina her. Eg hugsaði, at eg við hesum savninum skuldi draga samanum. Soleiðis sigur Jóanes Nielsen millum annað í hesi samrøðuni, har hann eisini lesur tríggjar av yrkingunum í hansara tíggjunda yrkingasavni, sum kallast Rakkaljóð. Í yrkingasavninum eru aftur fleiri yrkingar, har Jóanes Nielsen heilsar fólkum, sum eru farin, tí, sum hann sigur, hann hevur altíð verið hugtikin av deyðum fólkum. Ein teirra er Ebba Hentze, sum hann meistarliga heilsar við yrkingini 311846 og samanber við Arethu Franklin. Jóanes viðgongur, at hann sjálvur spakuliga er farin at siga lívinum farvæl. Tá man er 67, so hevur man statistiskt sæð ikki so nógv ár eftir. Um man so hoyrir til statistikkin ella undantøkini, tað havi eg ikki ánilsi av, men tað var ætlanin við hesum savninum at draga samanum. Hoyr alla samrøðuna við Jóanes Nielsen her. Háldan Haldansen, reiðari á Vesturhavinum, váttar fyri Portalinum, at teir hava keypt Kamb, og at teir yvirtaka skipið um miðjan oktober. Kambur fer at broyta navn til Vesturhavið. Ætlanin at inniloka dokkina á Skála verður fyribils steðgað, nú Mest fer at gera eina stóra turrdokk á Tjørnunesi á eystara armi á Skálafjørðinum. Í lýsingini koma pannukøkukonurnar út í Hólm við pannukøkum og heitum kaffi og te og tað kemur væl við hjá manningini har úti. Samstundis fara menninir niður aftur á røkurnar eftir súluni, sum er dripin um náttina. Tær skulu blakast á sjógv, so báturin kann taka tær upp. Fyri meg hevur hesin dagurin altíð verið størsti hátíðardagur í Mykinesi, sigur 83 ára gamli Oskar Joensen, sum í mong ár stóð á odda fyri súluveiðuni. Hann fegnast um at síggja nógv ungfólk vera við á súluveiðu. Jóhannis Danielsen, fuglafrøðingur á Havstovuni, heldur, at eftir talinum á súlustovninum verður tikið í meira lagi av grásúlu. Kortini er súlan í menning. Hann heldur at súla kemur eisini aðra staðni frá, til dømis úr Skotlandi, har størsta súlubøli í heiminum er. Um middagsleitið kemur seksæringurin Hjalti á lendingina í Mykinesi við veiðuni, og har verður grásúlan býtt og síðani fara øll at hagreiða. Útvarpsverturin slapp at smakka steikta súlu og hon smakkaði sera væl. Fólkini, ið eru við í hesari seinnu sendingini úr Mykineshólmi, eru hesi Finn Hansen, Anna Gaardlykke, Jensia Gaardlykke, Ingi Jørleif Ole Jacobsen, Marit Johansdóttir Magnussen, Hans Michael Johannesen, Esbern í Eyðansstovu, Oskar Joensen, Jórun Elisdóttir Wang, Poul Andrias Ziska, Hilmar Joensen, Jóhannis Danielsen, Elias Næs, Vivi Wang, Óli Niclasen og Laila Jacobsen. Lógarkravdar íløgur í kloakkir og at sóttreinsa vatnið tyngja kommunukassan í Húsavíkar kommunu. Og so má kommuna fáa hjálp frá landinum við mongu brimskaðunum, um tey ikki skulu brúka allar pengarnar hjá kommunu upp á at berjast móti náttúrumegini. Lógin um Búskaparráðið sigur, at ráðið ger árliga tvær konjunkturfrágreiðingar, sum verða almannakunngjørdar 1. mars og 1. september. Búskaparráðið mælir frá at seta tiltøk í verk til tess at minka væntaða hallið á fíggjarlógini og at stimbra við almennum íløgum. Mælt verður í staðin til at hækka brúksgjøldini í fiskivinnuni og at halda fast við tiltøkini við landamørkini fyri at avmarka smittuvandan. Heri á Rógvi sigur, at búskapurin er raktur sum ongantíð fyrr. Farið er frá einum buldrandi hákonjunkturi til koronubúskap, har búskapurin minkar nógv. Stór óvissa er um gongdna í útflutningsvinnunum, men samstundis hevur nýtslan innanlands hildið tørn. Ferðavinnan er meint rakt, men eftir øllum at døma fer búskapurin at vaksa aftur í 2021, og tá er umráðandi ikki at stimbra búskapin meira enn neyðugt. Útlitini fyri 2021 eru góð við lítlum arbeiðsloysi, og sum heild eru húsarhaldini væl fyri, sigur Heri á Rógvi, formaður í Búskaparráðnum. Tóki Jansson var bara 15 ára gamal, tá hann fór undir røðina, Skúla Scam. Eg brúki nógvar av mínum egnum upplivinum úr skúlatíðini, sigur hann. Dina Fríða Poulsen er eisini partur av verkætlanini. Hon hevur skrivað tríggjar partar av Skúla Scam og leggur rødd til ein persón í røðini. Annað uppskotið er um at geva Bústøðum heimild at útskriva lánsbrøv fyri eina hálva milliard krónur at byggja 400 bústaðir kring landið, frá 2021 til umleið 2023, Bústaðir skulu kunna bjóða upp í 100 prosent av metingarvirðinum, ella 20 prosent aftrat teimum 80 prosentunum, sum peningastovnarnir vilja læna. Tjóðveldi sigur, at tað er torført at fáa fígging til at byggja sethús, ella endurnýggja eldri hús, aðrastaðni enn í stóru plássunum í landinum. Orsøkin er, at marknaðarvirðið uttan fyri stóru plássini er nógv minni, enn tað kostar at byggja húsini, og fíggingin er treytað av marknaðarvirðinum. Soleiðis sigur Jógvan Arge um dagarnar, tá ið Føroyar hýstu C HM í hondbólti í 1980. Jógvan Arge var formaður í ÍSF ta tíðina, og hondbólturin fyllir sítt í bókini Mín krýnika 6. Vit vildu vísa, at vit meintu nakað við okkara limaskapi í altjóða sambondum. Vit vildu vísa, at vit kláraðu at skipa fyri einari heimsmeistarakapping sum hasari, við einum tíggju luttakaralondum, og tað segði mær, tá samanum kom, at tað bar til, sigur Jógvan Arge millum annað í hesi samrøðuni. Annars er seinna helvt í 70 árunum bulurin í bókini. Vit eru millum annað við til politisk samráðingarborð um fiskirættindi kring Norðuratlantshav og vitni til politiska upploysn á løgtingi og í landsstýri, sum í 1980 endaði við vali í ótíð. Sjeytiárini eru eisini lýst gjøgnum høvundans ár sum frásøgumaður frá ítrótti og sum formaður í ÍSF. Vit hoyra eisini um kubatrolararnar, um fiskimarkið og mangt annað. Svend Brinkmann er ein av teimum sterkastu røddunum í kjakinum um tíðarinnar rák, og hvussu vit bæði kunnu fylgja rákinum ella lata vera. Hann er professari í sálarfrøði og rithøvundur til fleiri bestseljarar, so sum St fast , St steder og G glip . 14. september fingu føroyingar høvi at uppliva Svend Brinkmann í høllini á Hálsi í Havn til ein temadag. Fleiri enn 250 fólk vóru savnaði í frástøðu. Morgunsendingin hitti Svend Brinkmann eftir temadagin til eina longri samrøðu um millum annað sálarligu heilsuna í dagsins samfelag. Felagið M og S Strendur hevur keypt norska frystilínuskipið Østerfjord. Skipið skal avloysa Kamb, sum felagið hevur selt til Vestmanna. Frammanundan er tað bara eitt línuskip í landinum, sum hevur dragibrunn, og tað er Klakkur, sum eisini er keyptur úr Noregi. Klakkur kom til Føroya 9. januar. Mortan Mortensen, skipari á Kambi, sum eisini eigur í felagnum M og S Strendur, sigur við facebooksíðuna hjá Føroysku Sjómansmissiónini, at Østerfjord er í góðum standi, men at nakrar fáar umvælingar skulu gerast, áðrenn skipið fer til fiskiskap. Korona hevur við sær, at búskaparvøksturin minkar næstan sjey prosent í ár, men longu næsta ár verður mett, at vøksturin í bruttotjóðarúrtøkuni verður hálvt sætta prosent. Búskaparráðið sigur í heystfrágreiðingini, sum varð kunngjørd í dag, at talan er ikki um kreppu, men heldur um ein stoyt, sum búskapurin hevur fingið í hesum árinum. Norska felagið, Skipsteknisk, hevur teknað skipið, og grønlendska sjálvstýrið og Aage V. Jensens Grunnarnir fíggja skipið, sum kostar 235 milliónir krónur. Gestir, sum fara á matstovu, barr ella kaffistovu í Keypmannahavn, skulu vera í munnbindi. Hetta er tó ikki galdandi, um tú situr við eitt borð. Tað er ein fyrimunur fyri Strandferðsluna, at ein stór turrdokk verður bygd í Føroyum, so bæði Norrøna og Smyril kunnu takast upp. Men suðuroyingar og tey, sum brúka Suðuroyarleiðina, skulu ikki gleða seg ov tíðliga, tí brúk verður framvegis fyri avloysaraskipi, tá Smyril er til klassingar ella eftirlit. Hvussu er búskapurin komin seg eftir korona Hvørji eru framtíðarútlitini Hvørji átøk skal politiska skipanin gera, nú fíggjarlógararbeiðið er í gongd 18 starvsfólk hjá Atlantsflogi eru í løtuni í sóttarhaldi, harav níggju hava koronasmittuna. Flestu av hesum eru flogfólk, og tvær flogternur hava verið á flogi, meðan tær hava havt korona Búskaparráðið hevur í dag latið eina heystfrágreiðing úr hondum, og yvirskipað sigur Búskaparráðið, at búskapurin hevur fingið ein frammaná av koronufarsóttini, men talan er kortini ikki um eina búskaparliga kreppu. Hinvegin gongur væl í privatu húsarhaldunum, innanlandsnýtslan hevur hildið tørn, tó at útflutningurin er óvissur, sigur Búskaparráðið. Tað váttar Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, í svari upp á fyrispurning frá Heðini Mortensen, løgtingsmanni. Nýggi H bygningurin er komin væl áleiðis, og avgjørt er, hvat fermetrarnir skulu brúkast til. Tað er hvørki fígging ella pláss fyri heittvatnshyli í H bygninginum, stendur millum annað í svarinum frá landsstýrismanninum. Tá talan er um at veita einstøkum sjúklingum serviðgerð, er tað fyrimunur, at hylurin hevur ta stødd, sum hann hevur, men hann er ov lítil hjá bólkum at brúka. Klaksvíkar sjúkrahús verður millum annað nýtt til hetta endamál. Har er góður og stórur heittvatnshylur til endamálið, stendur millum annað í svarinum frá landsstýrismanninum í heilsumálum til Heðin Mortensen. Herviligi Henry sleppur í sjónvarpið 2. partur. Francesca Simon skrivaði og Bergur Rasmussen týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærafelags gav út. Herviligi Henry sleppur í sjónvarpið 1. partur. Francesca Simon skrivaði og Bergur Rasmussen týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærafelags gav út. Herviligi Henry sleppur í sjónvarpið 2. partur. Francesca Simon skrivaði og Bergur Rasmussen týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærafelags gav út. Yoshihide Suga hevur fáar uttanríkispolitiskar royndir, men hann hevur, sambært Reuters, sagt, at samgongan við USA hevur týdning fyri trygdina hjá Japan. Suge hevur eisini sagt, at hann vil hitta norðurkoreiska leiðaran, Kim Jong un, at tosa um japansku ríkisborgararnar, sum í 1980 unum vórðu rændir til Norðurkorea. Korona hevur givið føroyska búskapinum ein stoyt, men tað er ikki neyðugt at tálma ella stimbra búskapin nú, segði Heri á Rógvi, formaður í Búskaparráðnum, í gjár. Rúni Joensen er júst farin í barnsburðarfarloyvi saman við soninum. Konan, Turið, er farin á skúlabonk. Hoyr Rúna greiða frá avgerðini. Breivik varð dømdur 21 ár í trygdarvarðhald fyri at hava dripið 77 fólk í Utøya og í álopi á stjórnarbygningin í Oslo 22. juli 2001. Hann fekk partvíst viðhald í býarrættinum í Oslo, men í landsrættinum varð niðurstøðan, at eingi brot vórðu framd á mannarættindi hjá Breivik. Sakførarin hjá Breivik boðar nú frá, at Breivik fyrireikar nýggj rættarmál móti norska statinum um umstøðurnar í trygdarvarðhaldinum. So hvørt, sum plantur, ið koma aftur, følna, kanst tú klippa eitt sindur av, soleiðis at alt ikki liggur følnað, sigur Haraldur S. Hammer, sum tó vísir á, at alt tað følnaða eigur ikki at takast burtur. Og tað er ein heilt serlig orsøk til tess. Tá ein stauda følnar, liggur ofta ein bunki útyvir plantuna. Hetta er fyri at verja rótina og plantuna um veturin fyri regni, frosti og vindi, og tí er umráðandi at lata eitt sindur av bløðum vera liggjandi, hóast vit hava lyndi til at taka alt burtur, sigur Haraldur S. Hammer. Raðsendingin snýr seg í stuttum um, at fýra pør skulu dystast um at partvís byggja og innrætta eini hús upp á tveir mánaðir. Parið, sum vinnur, fær húsini, ið eru umleið 2, 6 milliónir verd. Mánadagin kunngjørdi TV2, hvørji tey fýra pørini eru, sum luttaka hesaferð, og millum teirra eru Sunnvá Dahl Rasmussen og Martin Høgfeldt Olsen úr Havn. Nybyggerne er ein stuttlig sending at hyggja at, og vit vildu vera við í sendingini fyri at fáa eina avbjóðing sum par. Okkum dámar væl at byggja ymiskt og gera onkrar smávegis verkætlanir heima við hús, men annars hava vit ongar royndir, tá tað snýr seg um at partvís byggja og innrætta hús, sigur Sunnvá Dahl Rasmussen. Við nýggju lógini um hvítting, fáa vit eitt peningaleyst samfelag, og harumframt ger lógin seg inn á persónliga frælsið, halda tingmenn. Erhard Joensen í Sambandsflokkinum og Bill Justinussen í Miðflokkinum eru sera ivasamir um uppskotið um ríkislógartilmæli, sum Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, hevur lagt fram. Kirkjuráðini, sum varða av kirkjum, eldri enn 100 ár, vilja hava smidligari skipan, tá ábøtur og umbyggingar skulu gerast í kirkjunum. Kirkjuráðið í Havnar kirkju hevur sent løgtinginum skriv, har víst verður á vantandi heimildirnar til at gera ábøtur og umbyggingar. At allar eldru kirkjur í dag eru meiri at meta sum fornminnissøvn og ikki sum samkomuhús, ið áttu at lokið dagsins krøv í sambandi við atkomu, vesi og onnur viðurskifti. Landsstýrismaðurin í umhvørvis og vinnumálum, Helgi Abrahamsen, biður nú løgtingið um at leingja tíðaravmarkaðu heimildina at lata matstovur og skeinkistøð aftur, til tess at forða fyri, at Covid 19 breiðir seg. Lógin verður tó ikki galdandi fyri matsølu frá føstum sølustaði, har eingin borðreiðing er tað, sum eisini verður nevnt take away. Samstundis verður reglan, um at matstovur og skeinkingarstøð kunnu fáa stuðul til fastar útreiðslur í sambandi við Covid 19, longd. Stuðulsupphæddin er 75 prosent, um afturgongdin í umsetninginum er millum 60 og 100 prosent. Hon er 50 prosent, um afturgongdin í umsetninginum er millum 40 og 60 prosent. Umhvørvis og vinnumálaraðið sigur, at i løtuni er ilt at siga, hvussu nógv stuðulsskipanin verður brúkt, og hvussu nógv hon fer at kosta. Men ein varislig meting er ein til tvær milliónir krónur Í ár hevur virðið av toskaútflutninginum verið 180 milliónir krónur minni fyrstu sjey mánaðirnar í fjør, ella ein fjórðing, og laksaútflutningurin er minkaður 143 milliónir krónur, ella sjey prosent. Nøgdin av toski er minkað 29 prosent, og nøgdin av laksi er átta prosent minni enn sama tíðarskeið í fjør, visa tølini hjá Hagstovuni. Lydia Didriksen, námslektari, gjørdi í 2017 og 2018 eina kanning av lesivanunum hjá børnum saman við Sissal M. Rasmussen, adjunkti á Námsvísindadeildin, Turið Kjølbro, ritstjóra á Bókadeildini og Marjun Ziskason, ritstjóra á Námi. Greinasavnið NES kemur út í dag, júst á degnum rithøvundurin Jóhannes Andreas Næs, hevði fylt 100 ár. Vit fáa vitjan av soninum Martini Næs, sum er ein teirra, ið hevur tikið stig til útgávuna. Pauli Nielsen er av okkara virknastu týðarum, og í dag kemur bókin Millum vinir eftir Amos Oz, sum Pauli hevur týtt. Vit tosa við Paula um nýggju bókina og týðaravirksemið. Hoyrið sendingina her Í dag á Breddanum hyggja vit nærri at umstøðunum hjá orðblindum í føroyska fólkaskúlanum. Lærarar siga, at vit eru afturúrsigld á økinum. Landsstýrið arbeiðir við eini ætlan at einskilja Bank Nordik. Vit hyggja aftur í tið og spyrja eisini landsstýrið hvussu einskiljingin skal fremjast. Ísrael hevur undirskrivað amstarvsavtalur við Sameindu Arabisku Emiratini og Bahrain. Vit tosa við lektara í altjóða politikki um hvat tað merkir fyri politisku støðuna í økinum. Gongst sum ætla verður samlaða grøna orkuframleiðslan um 80 tá tær 12 vindmyllurnar eru komnar upp at standa eystanfyri Nólsoy um fimm ár. Eftir hendingarríkan dyst móti walisisku The New Saints hevur B36 nú vunnið tríggjar dystir á rað í Evropa League. Tað hevur onki annað lið í Føroyum megnað fyrr. B36 legði seg á odda í øðrum minutti í seinna hálvleiki við máli frá Michal Przybylski, men gestirnir javnaðu til 1 1. Og so var neyðugt við longdari leiktíð. Tað sá onki út hjá heimaliðnum, tá gestirnir løgdu seg framum, tá um 10 minuttir vóru eftir av longdu leiktíðini. Men við útjavnandi máli frá Stefan Radosavljevic var klárt til brotssparksskapping. Jákup á Borg, venjari hjá B36, sigur, at liðandin og tað, at spælararnir vilja stríðast fyri hvønnannan eru høvuðsorsøkin til, at avrikini eru so góð, og at liðið ongantíð gevur upp. Tað er ivasamt, um løgtingið hevur heimild at broyta matstovulógina soleiðis, at landsstýrismaðurin kann steingja skeinkistøð og matstovur í sambandi við Covid 19. Tað ger løgtingsumsitingin vart við, nú lógarheimildin hjá landsstýrismanninum at steingja matstovur og skeinkistøð skal leingjast. Týsdagin verður 1. viðgerð av lógaruppskotinum um at leingja heimildina hjá landsstýrismanninum í vinnumálum at steingja skeinkistøð og matstovur til 31. desember. Løgtingsumsitingin sigur, at tey eisini í juni, tá upprunaliga uppskotið varð samtykt, gjørdu vart við, økið eigur at verða skipað í farsóttarlógini, sum er danskt málsøki. Í løgfrøðiligu eftirkanningina frá Løgtingsins umsiting til Umhvørvis og vinnumálaráðið í sambandi við løgtingsmál nummar 149 2019, dagfest 10. juni 2020, varð millum annað viðmerkt Í veruleikanum er ætlanin við hesum lógaruppskoti at fremja broytingar og harvið áseta reglur, ið natúrliga vildu verið reguleraðar í Epidemilógini kapittul 3, sum er danskt málsøki, sbr. 1, stykki 2, nummar 7 í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum, og lista A, nummar 4 í heimastýrislógini. Tað er tí rættiliga ivasamt, hvørt Løgtingið hevur lóggávuheimild á økinum. Í grundgevingini skrivar Ferðavinnufelagið millum annað, at gistingarhús og matstovur liva næstan burturav av veitslum og privatum tiltøkum í lágárstíð, og vandi er fyri, at hetta verður hildið undir óskipaðum viðurskiftum, um avmarkingar vera settar fyri virkseminum. Felagið mælir til at seta lógina í verk, tá tað er neyðugt, og at lata tíðaravmarkaðu heimildina verða galdandi í tvær til tríggjar vikur í senn. Ein triðingur av teimum arbeiðsleysu hava starvast í ferðavinnuni, stendur í frágreiðing íslendsku arbeiðsloysisskipanini. Størsta arbeiðsloysið er á Suðurnesjum, 16,9 prosent, og helvtin av teimum arbeiddu við ferðavinnu. Russiski andstøðingurin, Aleksej Navalnyj, varð ikki eitraður á flogvøllinum, men av einari vatnfløsku á kamari sínum á gistingarhúsinum í Tomsk. Hetta var í august. Tilsamans hava 429 fólk fingið staðfest smittuna í Føroyum. 412 eru staðfest frísk aftur, og sostatt eru 17 fólk smittað í løtuni. P f Thor Fisheries í Hoyvík hevur keypt uppsjóvarskipið aftur úr Grønlandi, eftir at sama reiðarí seldi tað til Pelagic Greenland í farna mánaði. Men grønlendska lóggávan loyvir ikki einum skipi at sigla undir tveimum fløggum, og tí var eitt lán ikki møguligt, sigur Hans Jacob Kelduberg. Chrsitina Ravnsfjall, grasrótarsamskipari hjá Fótbóltsambandi Føroya, sigur, at nógv dømi eru um kreativar loysnir, sum fólk hava funnið undanfarin ár. Tí hava vit í staðin valt at skipa fyri hesum átakinum, og vit vóna, at nógv vilja vera við, sigur Christina Ravnsfjall, Grassroots samskipari hjá Fótbóltssambandi Føroya, við heimasíðuna hjá FSF. Flestu bilførarar hava roynt tað Tú koyrir 80 kilometrar tímar og heldur teg hava yvirlit yvir støðuna, og so brádliga loypur seyður inn á vegin. Viðhvørt megnar tú akkurát at koma framvið uttan at gera skaða á teg ella onnur, men viðhvørt endar tað við at seyðurin verður ákoyrdur. Tá kann tað vera, at seyðurin kemur so illa fyri, at hann noyðist at verða avlívaður. Hvørji ráð eru tá at taka til Anja Vidtfeldt Kvilt hevur fleiri ferðir gjørt vart við, at seyður er ein hóttan fyri ferðslutrygdina. Herfyri upplivdi hon aftur, at ein seyður varð ákoyrdur hesa ferð av einum bili frammanfyri hana. Seyðurin bløddi illa og megnaði ikki at koma uppá beinini aftur. Fleiri bilar steðgaðu, men eingin hevði knív at avlíva seyðin við. Eftir hendingina valdi Anja at ogna sær ein knív at hava í bilinum, skuldi tað hent aftur. Signar Petersen, djóralækni, sigur, at kemur mann til at koyra á ein seyð, so er týdningarmikið fyrst at kanna, hvussu seyðurin hevur tað. Møguliga er seyðurin til dømis svímjaður og kann løtu seinni reisa seg og fara avstað. Tað kann eisini vera, at seyðurin hevur brotið beinið. Tað er ikki nóg góð orsøk til at avlíva seyðin, tí hann kann fáa gips á beinið. Er støðan hjá seyðinum so mikið álvarslig, at eingin ivi er um, at seyðurin má avlívast, so er frægast at svæva seyðin í stundini. Annars eru ráðini frá Signari, at tað er týdningarmikið at ringja til bóndan fyrst. Eisini er skilagott at boða løgregluni frá og ikki minst ber til at ringja til djóralæknan, um ivamál eru. Seinastu tvey árini hevur Barbara Samuelsen verið stjóri á Visit Tórshavn, men 1. februar fer hon aftur í starvið sum mentanarleiðari í Kringvarpinum, haðani hon hevur havt farloyvi. Fremsta uppgávan hjá nýggja stjóranum er at tryggja, at Visit Tórshavn tænir borgarum, ferðafólki og handilsvinnuni í býnum, stendur í starvslýsingini. Tað er spell fyri málið, heldur Elin Henriksen, tí tað ger, at onnur orð, sum kunnu brúkast, spakuliga hvørva, tí ongin brúkar tey longur. Lurtari skrivar í sms boðum soleiðis um í mun til Í mun til, afturímóti, í stóran mun, nógv, í ávísan mun, eitt sindur, fyri ein part. Spell, hvussu nógv orð eru í vanda av hesum ólukku munum. Orðingin í mun til verður heilt ofta brúkt skeivt. Hon kann bara nýtast, tá ið vit samanbera tvær støddir, ið eru sambæriligar, sigur Elin Henriksen, málkøn. Málteigurin viðger eisini spurningar sum, hví fólk eru farin at siga døtrar, hendrunum og bøkrunum, og nær vit siga sjálv, sjálvur ella sjálvi. Tað er soleiðis, at vit kunnu siga, eg geri tað sjálv, um tú ert kvinna, sjálvur, um tú ert maður, og sjálvi kann brúkast um talan eru um tvey ella fleiri. Gamalt var tó at fleiri eisini kundu siga, vit gera tað sjálv. Ein onnur avbjóðing við sjálv er, at fólk eru eisini farin at brúka hetta skeivt. Eg gangi sjálv, eg eti sjálvur og líknandi, tá tey í grundini meina einsamøll ella einsamallur. Í hesum sambandi kann vísast til stuttsøgu, sum Elin Henriksen hevur skrivað, har munurin millum sjálv og einsamøll er sera týðuligur. Harafturat verður bendingin av orðunum høll og vøllur umrødd, tí lurtari vil vera við, at sama bending ofta verður brúkt í miðlunum, tá tosað verður um ítrótt. Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum, sigur, at ellis og røktarheim lata ikki aftur á sama hátt sum fyrr, um koronusmittan fer at breiða seg í samfelagnum. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur sent eina broyting til lógina um sjófeingi til hoyringar, sum hevur við sær, at opnir føroyskir útróðrarbátar fara í ein bólk fyri seg. Beinta Løwe, løgtingskvinna, spyr nú Jenis av Rana, landsstýrismann í mentamálum, hví nóg nógv tilfar ikki er á føroyskum, millum annað í náttúrulærugreinum, til fólk, sum hava lesitrupulleikar. Í Breddanum í útvarpinum í gjár kom fram, at tilfar á føroyskum í millum annað náttúrulærugreinum, til dømis støddfrøði og alis og evnafrøði, er ov avmarkað ella ikki tøkt, og at lærarar og næmingar mugu leita eftir fløgum og fløguspælarum fyri at kunna fylgja við. Beinta Løwe spyr eisini landsstýrismannin í mentamálum, nær væntast kann, at tilfar til orðblind og fólk við lesitrupulleikum er teldutøkt, so tað verður lætt at finna fram og brúka í undirvísingini. Segl er nýggjunda heildarútgávan í røðini hjá Eivør, síðan hon sum 17 ára gomul gav sína fyrstu soloplátu, Eivør Pálsdóttir út. Eivør kann sostatt hátíðarhalda 20 ár sum útgevandi solistur í árinum 2020. Í hesum sambandi hevur Eyðfinn Jensen hitt Eivør Pálsdóttir til eitt prát um útgávuna Segl . Higartil í ár hava vit innflutt vørur fyri 4 milliardir og 516 milliónir krónur. Vøksturin er 214 milliónir krónur samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Mótstøðuliðini hjá Føroyum í UEFA Nations League kappingini liggja væl niðari á listanum. Lettland og Andorra er jøvn á 137. plássi, og Malta er nummar 186. Eitt er at fáa seyðin flettan, eitt annað er at selja, tí tað tók Krás sær eisini av. Nú verður neyðugt at brúka sosialu miðlarnar í søluarbeiðinum. Tað var í 2017, at metoo rørslan setti dagsskránna kring heimin. Kvinnur í hópatali søgdu alment frá sínum upplivingum við kynsligum ágangi. Kjakið kyknaði av álvara uppaftur í Danmark fyri nøkrum vikum síðani, tá sjónvarpsverturin, Sofie Linde, greiddi frá sínum upplivingum sum 18 ára gomul í Danmarks Radio. Vit tosa við Eydnu Skaale um røðuna hjá Sofie Linde, við Brynhild Thomsen um hennara uppliving umframt at fleiri løgtingskvinnur koma í útvarpsstovuna, at skifta orð um trupulleikan. Gestir Eydna Skaale, Brynhild Thomsen, Ruth Vang, Edva Jacobsen, Elsbeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Sirið Stenberg og Ingilín D. Strøm. Stjórin á Føroya Tele ótolnast eftir eini loysn. Tað hevur stóran týdning, at onkur kemur í stjórasessin, um eg ikki skal vera tann persónurin, sigur Jan Ziskasen, tvær vikur eftir at hann segði upp. Í morgin hevur ein av okkara fremst tónleikarum konsert í Norðurlandahúsinum. Men hesaferð eru tað bert ein brøkpartur av áskoðarum, sum sleppa inn samanborið við, hvussu tað var áðrenn koronafarsóttin kom. Sjálvir halda tónleikararnir, at politiski myndugleikin átti at víst tónleikastøðum tað álit, at tey sjálvi kundu mett um, hvussu nógvir áskoðarar, tey halda tað er ráðiligt at taka inn. GG Myndin, sum varð víst í sjónvarpsstovuni, er frá einum landsdysti áðrenn korona. Men hon er kortini umboðandi fyri, hvussu tætt, ið áskoðarar sita til fótbóltsdystir. 160 føroyingar og 60 grønlendingar eru við í telduskipanini, Overseas Key Information Database, sum kinesiska felagið, Zhenhua, hevur savnað. Fleiri av teimum eru fólk, sum hava tilknýti til politisku skipanina, floghavnir og telduvinnuna. Og í fleiri førum eru familjulimir eisini við. Millum nøvnini á listanum er Fróði Magnussen, stjóri í Formula, og Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður og fyrrverandi løgmaður. Kina hevur stóran áhuga fyri tí, sum hendir við Norðpólin og í økinum um okkara leiðir, og tí hava fólkini týdning, sigur Andr Ken Jacobsen, sum starvast á Center for War Studies í Danmark. Fróði Magnussen, stjóri í Formula sigur við blaðið, at felagið hevur keypt útgerð frá Huawei, men hann metir ikki seg sjálvan sum serliga almennan persón. Danski serfrøðingurin, Peter Viggo Jacobsen, sigur við Jyllandspostin, at tað ikki kemur óvart á, at kinesarar hava áhuga fyri telduvirksemi í Føroyum og fyri floghavnum í Grønlandi. Teir lógu framvið at fíggja nýggju floghavnirnar í Grønlandi, og hava tí áhuga í teimum. Í Føroyum hevur Huawei eisini ligið framvið at sleppa at útbyggja 5G netið, sigur Peter Viggo Jacobsen. Og landið roynir at ávirka tey fólk, sum kunnu hava ávirkan, sigur hann. Soleiðis virkar kinesiski uttanríkispolitikkurin, leggur hann aftrat. Serfrøðingar vilja vera við, at kinesisku myndugleikarnir vita um skipanina, og at hon kann nýtast til at leggja trýst á fólk, sum myndugleikarnir hava áhuga fyri. Hóast lønarískoytisskipanin hjá Arbeiðsloysisskipanini fór úr gildi 31. august, er talið á teimum, sum fáa arbeiðsloysisstuðul, minkað. Sambært Magna á Deild Olsen, stjóra á ALS, fóru eini 50 fólk úr lønarískoytisskipanini í arbeiðsloysisskipanina, meðan hini fóru aftur til arbeiðis. Onnur fólk í arbeiðsloysisskipanini fóru eisini aftur til arbeiðis, og tí er samlaða talið á teimum, sum fáa arbeiðssloysisstuðul, minkað eitt lítið vet, niður í 301 í dag. Danski verjumálaráðharrin, Trine Bramsen, og løgmálaráðharrin, Nick Hækkerup, skulu í dag í samráð í Fólkatinginum um telesamskifti, trygdarmál og yvirtikin mál. Orsøkin er fráboðanin hjá Mette Frederiksen, forsætisráðharra, um at eitt lógaruppskot er á veg, ið fer at allýsa telesamskifti sum kritiskan infrastruktur og harvið trygdarmál. Millum annað verður spurt, um ætlaða lógarbroytingin verður galdandi fyri Føroyar, hóast tað skuldi hent, at løgtingið sigur nei til eitt slíkt uppskot. Hvítarussiski forsetin, Aleksandr Lukasjenko, hevur givið boð um at steingja markið til tvey av grannalondunum vestanfyri, Litava og Pólland. Sambært forsetanum er ein stórur partur av verjuni sendur at vera á varðhaldi við markið. Og samstundis verður eftirlitið hert á markinum millum Hvítarussland og Ukraina. Hetta hevur við sær, at forsetin gjørt av at minka um virksemið hjá trygdardeildunum í býunum í Hvítarusslandi, har nógv mótmæli eru. Í eini røðu á einum kvinnufundi í Minsk í gjárkvøldið, kom hann við eini beinleiðis ávaring til fólkið í teimum trimum grannalondunum. Pólland og Litava hava seinastu tíðina lagt diplomatiskt trýst á Lukasjenko, forseta, og millum annað hava Estland, Lettland og Litava sett týðandi fólkum í Hvítarusslandi forboð fyri at koma um markið. Teirra millum er Lukasjenko, forseti, skrivar Ritzau. Og samstundis hava myndugleikarnir gjørt av, at øll sum koma úr Danmark til Noregs, skulu í sóttarhald í 10 dagar, skrivar norska uttanríkisráðið á heimasíðuni. Somu krøv verða sett norðmonnum, sum ætla sær til Føroya, og føroyingum, sum ætla sær til Noregs, men Grønland er ikki fevnt av kravinum, upplýsir danska uttanríkisráðið. Norska avgerðin fær ikki Danmark at ráða fólki frá at fara til Noregs. Sambært danska uttanríkisráðnum ber framvegis til at halda frí í Noregi, um ferðin er til eitt hóskandi stað við sóttarhaldskrøvum, skrivar DR. Seinasta samdøgrið eru umleið 2.000 fólk smittað aftrat í Týsklandi, og tað er tað mesta síðani í apríl, tá 2.500 fólk vórðu smittað í eitt samdøgur. Vit hugsaðu bæði, meðan hann lá í respiratori, at vit vóru takksom fyri at hava átt hann í seks ár, men skundaðu okkum at skúgva tankarnar burtur aftur. Tað var 16. august, at hendingin fór fram. Dreingirnir vóru úti og spældu, tá teir komu fram á eina sodavatnsfløsku, sum lá ímillum tvey hús, ið teir drukku av. Pál Weihe er professari í fólkaheilsu. Hann heldur, at fríi og frælsi viljin er sera virðismikil. Hann vildi ynskt, at dagur varð settur av til at heiðra frælsa tankanum. Hann hevur verið lækni eitt langt lív og tað vísir honum, at føroyingar eru flegmatiskir og tolnir. Eisini sigur Pál frá ymsum sóttum, sum hava herjað kring heimin eins og korona ger í hesum døgum. Pál Weihe hevur eisini sett sær fyri at skriva sína egnu jarðaferðarrøðu, sum skal varpast á stórskýggja í Ebenezer, tá tann dagurin rennur upp. Tvær ferðir um árið ruddar formaðurin í Búskaparráðnum allar forsíður, tá ráðið hevur tikið fepurin á føroyska búskapinum. Og miðlarnir fara rennandi aftaná við boðskapinum frá formanninum. Men hvør verður klókari, kunnu vit spyrja Higartil hava privatu miðlarnir fingið 2 mill. krónur í miðlastuðli. Blaðstjórarnir á Norðlýsinum og Dimmalætting halda at pengarnir bara eru inni og venda, tí útberingin samstundis hækkar. Gestir Heri á Rógvi, formaður í Búskaparráðnum, Sólvit Nolsøe, journalistur, Sveinur Tróndarson, blaðstjóri á Dimmalætting og Jóhann Lützen, blaðstjóri á Norðlýsinum. Í Koltri er gamli býlingurin, Heima í Húsi, væl varðveiddur og hús og úthús eru umvæld og endurbygd. Náttúran í Koltri er serlig. Ein partur er høgur Uppi á Oyggj og eysturendin er lágur Fjallið, sum er lægsta fjall í Føroyum. Vit dvøljast við Neystið, Norðuri í Gerði, á Eiðinum á, við Nónrók, á Fjallinum, oman fyri Tangan og Heima í Húsi. Eftir eitt sera gott summar við nógvari sól og so at siga ongum regni, fór tað at regna av grimd, mánadagin hin 18. september 2000. Og eitt nú turra summarið samantvinnað við øgiliga grimdarregninum gera sítt til, at vandin fyri skriðu og omanlopum gerst serliga stórur. Og hetta hendi í Klaksvík henda dagin fyri 20 árum síðani. Brot úr Dag og Viku dagin kvøldið eftir. Eisini ber til at hoyra útvarpssending, sum Gunnar Nolsøe gjørdi á tíggju ára degnum. Trýst HER Tá børn hava svølgt eitthvørt, tey ikki skulu, er umráðandi, at foreldur skjótast gjørligt finna útav, hvat eiturevni talan er um. Jú meira vit vita um tað, sum barnið hevur fingið í seg, jú lættari og skjótasri er tað hjá okkum at veita neyðugu hjálpina, sigur Absalon Eysturoy, barnalækni á Landssjúkrahúsinum. Leggur tú merki til, at barnið hevur svølgt okkurt evni, so er umráðandi at seta seg í samband við lækna sum skjótast. Tað er ikki altíð, at kroppurin hjá einum barni reagerar beinanvegin, men tað merkir ikki, at eiturevnið ikki ger skaða, sigur Absalon Eysturoy. Hann heitir á øll foreldur og vaksin sum heild at tryggja sær, at eitt nú vesireins, uppvaskiisápa, heilivágur og annað ikki stendur í barnahædd. Tað er ikki altíð so lætt at viðgera eitt barn, ið hevur fingið eiturevni í seg, tí tað er ymiskt, hvussu mótgiftin riggar upp á barnið. Tí er tað sera týdningarmikið, at øll slík evni standa soleiðis, at børn ikki kunnu røkka teimum. Harafturat er tað umráðandi, at handlar og fyritøkur, ið selja slíkt, upplýsa keyparar um vandanar, ið kunnu standast av evnunum, um børn fáa tað í seg, sigur Absalon Eysturoy. Millum teirra, sum eru á listanum, eru politikarar og vinnulívsfólk, men fyri tað mesta eru tað familjulimir ella fólk við tilknýti til politikarar, sum fylla meginpartin av listanum. Fólkini á listanum eru bólkað í tvey. Í øðrum bólkinum eru tey, sum eru í ætt við, ella hava tilknýti til áhugaverdan persón, meðan hin er um fólk við politiskum tilknýti. Listin er gjørdur á sumri í 2018, og dagførdur um heystið sama árið, og tí endurspeglar hann í stóran mun viðurskifti kring undanfarnu samgongu. Tað eru í høvuðsheitum upplýsingar sum liggja alment á alnótini, sum eru settar saman, eitt nú á facebook, instagram, linked in, men eisini politiskt tilknýti og aðrir møguligir persónligir upplýsingar. Upplýsingarnar kunnu nýtast til at trýsta fólk og at hakka seg inn á teldur hjá óvitandi fólki. Tað sigur Flemming Splidsboel Hansen, serfrøðingur og granskari í uttanríkispolitikki, um stóra dátugrunnin við nøvnum sum er komin undan kavi. Matstovan hevur nú samráðingar við bøndur um seyðakjøt. Hóast tað verður torførari at fáa bøgir, lovar matstovuleiðarin, at matskráin verður ikki broytt. Føroyar spæla í dag EM undankappingardyst móti Norðurírlandi á Tórsvølli. Eftir dystarsteðg í eitt hálvt ár, skal landsliðið við kvinnum undir seinnu helvt av undankappingini, har Føroyar eru í bólki saman við Norra, Hvítarusslandi, Wales og Norðurírlandi. Nógvar eru ikki við Stór útskifting hevur verið í hópinum, síðan Føroyar spældu 1 1 í venjingardysti móti Estlandi í mars. Ta ferðina skoraði Rannvá B. Andreasen í sínum síðsta landsdysti. Umframt Rannvá, verða millum annað Eyðvør Klakstein, Ansy Jakobsen og Lív Arge ikki við ímóti Norðurírlandi. Tað er greitt, at vit skulu spæla nakrar nýggjar leikarar inn á liðið, og vit hava brúkt hesar dagarnar og venjingarnar til at prøva nøkur ting av. Nógvar av leikarunum eru ungar og óroyndar í A landsliðshøpi, men tær eru allar dugnaligar og spentar til uppgávuna, sigur John Petersen, landsliðsvenjari við heimasíðuna hjá FSF. Trupul undankapping higartil Føroyar hava higartil spælt triggjar dystir í undankappingini. Landsliðið tapti 6 0 móti bæði Hvítarusslandi og Wales, meðan dysturin móti Norra endaði heili 13 0 til norsku grannarnar. Norðurírland hevur fingið tvey stig higartil. Bæði stigini hava tær fingið við javnleikum móti Wales. Dysturin byrjar klokkan 17.00, og Kringvarpið vísir dystin í sjónvarpinum. ST aðalskrivarin, Antonio Guterres, sigur, at høvuðsevnið á fundinum er koronufarsóttin. Eisini verður kjak um frið og trygd, avvápning, mannarættindi, javnrætt millum kynini og burðardygga menning, sigur Guterres. Allir borgarar, sum hava møguleika til tess, verða bidnir um at arbeiða heima, og herd krøv verða eisini sett á heilsu og eldraøkinum. Vit skuldu havt eitt størri sláturhús í Føroyum, har bæði seyður og neyt verða flett, og har dentur verður lagdur á at nýta kjøtið og avroðini. Símun Gullaksen er bóndi í Hattarvík. Hann hevur riggað til, so at hann fær flett tey umleið 120 lombini, sum vanliga verða flett á hvørjum ári. Nógvir samráðingarfundir hava verið um ein nýggjan sáttmála, men í dag staðfestu partarnir, at teir koma ikki á mál, og bæði felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum og Lønardeildin eru tí samd um at senda boð eftir semingsstovnin, sigur felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Hann hevur arbeitt saman við fleiri enn 300 listafólkum, men hvør er hann Vit hava vitjað Jan Andersson á Steinprenti. Føroyar lesa er stór verkætlan, sum skal stimbra lesihugin hjá føroyingum. Vit spyrja, hvør avbjóðing er, og hví vit skulu lesa meira. Emmy Joensen, Sissal M. Rasmussen, Lydia Didriksen og Ivan Niclasen viðgera, hví og hvussu lesingin skal stimbrast. Birgir Kruse arbeiddi í útvarpinum um tað mundið, tá ið stovnurin flutti í nýggja bygningin við Ringvegin í Havn. Hann fekk heiðurin at velja fyrsta lagið, sum skuldi spælast í nýggja sendistudionum, studio 5, og tað var lagið Tear It Down hjá Wes Montgomery. Hoyr Birgir greiða frá hesi serligu søguni. Brandur Patursson er listamaður. Og hann er ølfjeppari. Belgiskt øl hevur hansara serliga áhuga. Hann greiðir í hesum innslagnum frá, tá hann hitti Michael Jackson á ølstovuni Den Tatoverede Enke í Keypmannahavn, sum var eitt stað, ið borðreiddi við belgiskum mati og belgiskum øli afturvið. Nei, talan er ikki um TANN Michael Jackson, men ein mann við sama navni, sum er kendur innan ølheimin. Michael Jackson, rithøvundur, sum andaðist í 2007, hevði sending sending í BBC um øl og whisky og skrivaði eisini fleiri bøkur um evnið. Brandur fall í prát við Michael, sum viðmælti honum at royna belgiska ølið Orval, sum honum dámdi beinanvegin. Brandur visti ikki tá, hvør maðurin var og fann ikki útav tí fyrr enn tvey ár seinni. Enn tann dag í dag heldur Brandur Orval vera eina ta bestu ølina, sum fæst, tí hon er væl avbalanserað í smakkinum. Og minnið um Michael Jackson fylgir við, hvørja ferð Brandur knappar sær eina leskiliga Orval upp. Vikuskiftissendingin var á gátt hjá Brandi. Á listanum eru upplýsingar um fólk, sum tað fyri tað mesta ber til at finna fram á internetinum. Tað eru serliga føroyskir politikkarar og vinnulívsfólk, ið kunnu metast at hava ávíst vald í Føroyum, men eisini avvarandi teirra. Listin, sum Kringvarpið hevur fingið fatur í, varð seinast dagførdur í 2018. Tað hevur ikki eydnast teldufrøðingum at endurskapa øll nøvnini í dátabasanum. Tí verður roknað við, at tað eru fleiri enn teir 164 føroyingar í dátabasanum. Tað er boðskapurin frá Trine Bramsen, verjumálaráðharra, eftir samráð í Fólkatinginum í dag. Sjúrður Skaale kallaði verjumálaráðharran Trine Bramsen, og løgmálaráðharran, Nick Hækkerup í samráð í dag. Leiðslan í SEV vil hava privatu vinnuna at vera við til at byggja eina stóra vindmyllulund eystan fyri Nólsoynna. Stjórin í SEV ræðist ikki kravið um avkast frá privatu fyritøkunum. Fyri fimm árum síðani vann SEV umhvørvisvirðislønina hjá Norðurlandaráðnum. Hetta var fyri ætlanina um, at øll el framleiðsla í Føroyum skuldi gerast grøn í 2030. Tá í 2015 framleiddi SEV 60 prosent av streyminum úr varandi orkukeldum og hini 40 prosentini úr olju. Nú, fimm ár seini, er myndin vend á høvdið. Nú framleiðis SEV 60 prosent av streyminum úr olju og bara 40 prosent úr varandi orkukeldum. Tað vil siga, at grøna framleiðslan er tann sama, sum hon var fyri umleið 10 árum síðani. Ymsu útbyggingarætlanirnar serliga vindmylluverkætlanirnar seinastu árini eru bæði seinkaðar og minkaðar í vavi orsakað av kærum og øðrum líknandi viðurskiftum. Tí skal SEV skunda sær, um málið um grøna orku í 2030 skal røkkast. Hotellið yviri við Strond í Havn hevur í longri tíð verið undir umvæling, men umframt nýggjan ham, fær Hotel Streym eisini nýggjan eigara. Sí innslag frá Degi og Viku her. Ein nýggjur barnagarður er ein neyðug íløga, nú tunnilin væntandi fer at gera, at fleiri barnafamiljur fara at búseta seg heima á Sandi. Talan var um eini 8 10 børn, og 4 av teimum fóru á skaðastovuna. Trý børn vóru so illa fyri, at tey blivu innløgd til observatión, og eitt slapp ikki heim fyrr enn næsta dag, sigur skúlastjórin. Sambært heimasíðuni hjá giftlinjuni skalt tú seta seg í samband við lækna, um eitt barn undir 10 ár hevur etið fimm ertrar ella meira. Vit kunnu staðfesta, at vit hava fingið nógv av teimum stóru tingunum ígjøgnum, sum vit settu okkum fyri. Tað segði formaðurin í Sambandsflokkinum, Bárður á Steig Nielsen, á landsfundinum hjá flokkinum í dag. Eitt av hjartamálunum hjá Sambandsflokkinum til valið í fjør var viðgerðartrygd, men hetta er ikki sett í verk enn. Tað arbeiðið er væl á veg, sigur formaðurin í Sambandsflokkinum, og 30 milliónir skulu setast av til hetta um árið. Vit spæla tónleik hjá David Bellamy og Rodney Crowell, ið júst hava fylt 70 ár. Vit hoyra nýtt frá 80 ára gomlu Jeannie Seely, hoyra The Mavericks syngja á sponskum og nakrar minni kendarar sangarar, ið hava givið nýtt út. Hægstirættardómarin Ruth Bader Ginsberg doyði í gjár, 87 ára gomul. Í kjalavørrinum av tí byrjar eitt stríð um, hvør skal tilnevna ein dómara í hennara stað. Í USA tilnevnir sitandi forsetin hægstarættardómarar tey vera síðani sett av senatinum og vera sett fyri lívið. Amerikanska forsetavalið verður í november, og mótstøðumaðurin hjá Trump, demokraturin Joe Biden, hevur longu boðað frá á Twitter, at hann heldur, at hægstirættardómari skal veljast eftir valið. Tá valskeiðið hjá fyrrverandi forsetanum, Barack Obama, lakkaði ímóti endanum, doyði hægstirættardómarin, Antonin Scalia. Senatið, sum eisini tá hevði republikanskan meiriluta noktaði at taka tilnevningina hjá Barack Obama av Merrick Garland upp fyri valið. Sostatt var tað Donald Trump, sum slapp at tilnevna eftirkomaran hjá Antonin Scalia. Og nú er líkt til, at hann fer at tilnevna tann triðja hægstarættardómaran, tí senatið hevur longu boðað frá, at tann, sum Trump tilnevnir, verður settur. Tískil verður hetta triði hægstirættardómari, sum Trump tilnevnir 87 ára gamla Ruth Bader Ginsberg var kend fyri sínar áskoðanir á millum annað javnrættindi, og hon hevur verið hægstirættardómari síðani 1993, tilnevnd av táverandi forsetanum, Bill Clinton. Hósdagin 3. september varð kunngjørt, at 4. flokkur í Vestmanna skúla fekk heiðurin sum Ársins Vitanarfróðu í eykaumfarinum 2020. Tað fingu tey fyri frágreiðingina Hvussu kunnu næmingar gera skúlan grønari , sum tey sendu inn í juni. Í dag ganga tey í 5. flokki. Handanin fór fram í Vestmanna skúla. Avtala varð gjørd við læraran og skúlastjóran, at umboð fyri Granskingarráðið skuldu koma á vitjan saman við fólki frá Kringvarpinum. Næmingarnir vistu ikki av hesum frammanundan, so tey vóru rættiliga ovfarin. Ein dómsnevnd við 4 umboðum hevði lisið og mett um frágreiðingarnar. Hesi eru Fríða Poulsen Eysturoy, lærari, Firouz Gaini, granskari, Karina Toftegaard, ritstjóri, og Annika Sølvará vegna Granskingarráðið. Annika Sølvará segði millum annað soleiðis, tá hon kunngjørdi vinnaran Vit hildu, at tit hava valt eitt týdningarmikið og nútíðarhóskandi evni. Frágreiðingin tekur støði í nærumhvørvinum og spurningurin er væl greinaður við nógvum ítøkiligum átøkum, sum kunnu bøta um dálking. Ætlanin er væl skipað og gjøgnumførd. Frágreiðingin er áhugaverd og umfatandi, og tit megna at orða eina samanhangandi og væl skipaða uppgávu. Lærarin hevur allarhelst hjálpt til, men tað er týðiligt, at tit hava verið aktiv í arbeiðinum. Tit hava trivið í egnan barm, og vísa við royndum og myndum, hvussu tit kunnu gera skúlan grønari. Nevndin heldur, at frágreiðingin er so væl frágingin, at hon er áhugaverdur lesnaður hjá skúlaleiðarum, lærarum og næmingum í øðrum skúlum, sum kanska hava hug at gera teirra skúla grønan. Síðani handaði hon flokkinum heiðursbrævið. Vinnandi flokkurin fær umframt heiðurin 5.000 krónur til flokkin og ein túr saman við granskarum, sum vit fara at leggja til rættis í felag. Talan er um ein persón, sum er smittaður í Føroyum, og smittuketan er ókend. Viðkomandi er avbyrgdur, og Landslæknin er í gongd við neyðugu smittusporingina. Í Danmark eru staðfestir 589 tilburðir av korona seinasta samdøgrið. Hetta er hægsta talið av smittaðum, sum nakrantíð er staðfest í Danmark innan fyri eitt samdøgur. Tað skrivar dr.dk. Tó kann talið av smittutilburðum ikki samanberast við smittutølini frá í vár, tí nú verða munandi fleiri fólk kannað fyri smittuna. Seinastu vikurnar er talið av smittaðum í Danmark munandi økt, og hetta hevur við sær, at danska stjórnin hevur sett fleiri tiltøk í verk. Millum annað skulu matstovur og vertshús lata aftur klokkan 22.00, umframt at markið fyri, hvussu nógv fólk kunnu savnast í almenna rúminum, er sett niður á 50. Stýrisskipanin skal broytast, so at løgtings og landsstýriskvinnur eisini á pappírinum eita kvinnur og ikki løgtings og landsstýrismenn, sum tær eita í dag. Tað var fyrr í ár, at tingkvinnurnar, Ingilín D. Strøm úr Javnaðarflokkinum og Hervør Pálsdóttir úr Tjóðveldi, løgdu uppskot fram um at broyta starvsheitini hjá løgtings og landsstýrisfólkum, soleiðis at løgtingskvinnur og landsstýriskvinnur eisini á pappírinum eita kvinnur og ikki løgtings og landsstýrismenn. Hervør Pálsdóttir, tingkvinna fyri Tjóðveldi, fegnast um ætlanirnar at broyta starvsheitini, men er tó bangin fyri, at politiskar ósemjur um aðrar broytingar í stýrisskipanarlógini, kunnu hava við sær, at starvsheitini ikki verða broytt. Ruth Bader Ginsburg hevur verið hægstirættardómari síðani 1993, tá hon var tilnevnd av táverandi forsetanum, Bill Clinton. Hon var víðakend fyri millum annað sínar áskoðanir á mannarættindi og javnrættindi. Stríðið, um hvør skal setast í hennara stað, byrjaði alt fyri eitt, tí í USA tilnevnir sitandi forsetin hægstarættardómarar tey vera síðani sett av senatinum og vera sett fyri lívið. Mótstøðumaðurin hjá Trump demokraturin, Joe Biden, hevur longu boðað frá á Twitter, at hann heldur, at hægstirættardómari skal veljast eftir valið tað vil siga, at tann nývaldi forsetin skal seta dómaran. Donald Trump fer møguliga at bíða viðat seta ein hægstarættardómara, hóast hann hevur meiriluta í senatinum, tí hann vil brúka tað í valstríðnum, sigur Regin Winther Poulsen. Á tann hátt fær hann valstríðið at snúgva seg um eitt nú fosturtøku og onnur konservativ liberal virðir. Hoyr samrøðuna við Regin Winther Poulsen, sum starvast sum journalistur hjá Al Jazeera í New York. Umframt at velja góðan, fjølbroyttan tónleik, greiðir Oddvá frá barna og ungdómsárunum í Syðrugøtu, og tá hon sum 17 ára gomul fór hon sína fyrstu ferð til Danmarkar, og mundi ikki komi heimaftur. Oddvá, sum er útbúgvin lærari og skúlabókavørður, hevur fingist heilt nógv við sjónleik, bæði sum leikari og fyriskipari. Hon var við til at stovna MÁF Meginfelag áhugaleikara Føroya í 1979, og var í fleiri ár samskipari av Listastevnu Føroya, sum Norðurlandahúsið skipaði fyri. Boð vóru í gjárkvøldið eftir sløkkiliðnum at sløkkja ein eldsbruna í dagstovninum, Lítliskógur, í Djóna í Geils gøtu í Havn. Tað var um hálvgum ellivu tíðina í gjárkvøldið, at løgreglan fekk eina fráboðan frá einum í grannalagnum, at tey hildu seg síggja eitt fólk ganga inni í dagstovninum. Ein patrulja bleiv alt fyri eitt send avstað, men var viðkomandi longu farin av staðnum, tá løgreglan kom fram. Men neyðugt var at senda boð eftir sløkkiliðnum, tí eldur var í. Sløkkiliðið var tó skjótt á staðnum og sløkti eldin. Aðru ferð Hettu er aðru ferð í tveir mánaðir, at onkur hevur sett eld á dagstovnin Lítlaskóg. Náttina til 30. juli vóru eisini boð eftir sløkkiliðnum, tá onkur hevði sett eld í millum annað eitt ruskílat á stovninum. Sambært vakthavandi minna hesa støðurnar um hvørja aðra. Serfrøðingar fara í dag á staðið at gera gjøllari kanningar av hendingini. Tá sløkkiliðið í gjárkvøldið kom á staðið, eftir at løgreglan hevði sent boð eftir teimum, varð staðfest, at eldur var í einum ílati við pappírsrullum inni á einum av stovunum. Sambært Jón Herluf Persson, innsatsleiðara hjá Tórshavnar Sløkkiliði, eydnaðist tað at taka ílatið út í tún, har eldurin bleiv sløktur. Sostatt eydnaðist tað at forða eldinum at breiða seg inni á stovninum. Ruskílat Eldásetingin í gjár minnir um tilburðin í summar, tá onkur setti eld í sama dagstovn náttina til 30. juli. Stríðið um hvør skal tilnevna nýggja hægstarættardómaran í USA er veruliga farið í gongd, eftir at hægstirættardómarin Ruth Bader Ginsbeg andaðist fríggjakvøldið. Sambært BBC, segði Donald Trump í gjárkvøldið, at hann ikki ætlar at drála við at tilnevna nýggja hægstarættardómaran, og at hann fer at gera tað longu í næstu viku. Donald Trump segði eisini, at nýggi dómarin verður ein kvinna. Í USA tilnevnir forsetin hægstarættardómarar, og síðani skal senatið góðkenna tilnevningina. Ikki á einum máli Republikanski flokkurin hevur í løtuni meiriluta í senatinum, men sambært Reuters tíðindastovuni boðaði Susan Collins, ein av republikansku senatorunum, frá, at hon ikki heldur, at Senatið skal atkvøða um nýggja hægstarættardómararn fyrr enn eftir forsetavalið 3. november. Stutt áðrenn Ruth Bader Ginsberg andaðist, segði ein annar republikanskur senatorur, Lisa Merkowski úr Alaska, at hon heldur ikki vildi atkvøða um ein nýggjan hægstarættardómara áðrenn valið í november. Republikanski flokkurin hevur 53 umboð í Senatinum, og demokratiski flokkurin 47. Tískil er meirilutin um at atkvøða um nýggja hægstarættardómaran nú sera lítil. Joe Biden, demokratiska forsetavalevnið segði í gjár, at hann ikki heldur, at Trump eigur at tilnevna nýggja hægstarættardómaran, tí tað skal komandi forsetin gera. Leiðarin fyri republikanska flokkin í amerikanska Senatinum, Mitch McConnell, segði beinanvegin, eftir at andlátið hjá Ruth Bader Ginsberg varð kunngjørt, at hann fór at kalla Senatið saman at atkvøða um nýggja hægstarættardómaran, so skjótt Trump hevði gjørt tilnevningina. Fólkaatkvøða er í Italia í dag og í morgin, har veljararnir skulu taka støðu til, um italska parlamentið skal minka úr 945 limum niður í 600 limir. Um meirilutin atkvøðir fyri at minka um talið av parlamentslimum, verður broytingin sett í verk í 2023. Og veljarakanningarnar vísa, at tað er ein lítil meiriluti fyri broytingini, skrivar millum annað bretska blaðið, The Guardian. Harumframt er lokalval í sjey økjum í landinum, har umleið 1.000 borgarstjórar og sjey guvernørar standa fyri vali. Umleið 37 prosent av italsku veljarunum hava valrætt til lokalvalið í dag og í morgin. Politiskir eygleiðarar siga, at valið verður fyrsta ábendingin um, hvat veljarar halda um handfaringina hjá lokalu myndugleikunum av Covid 19 kreppuni. Upprunaliga var ætlanin, at fólkaatkvøðan og lokalvalið skuldu vera í mai, men blivu bæði valini útsett vegna støðuna við koronasmittuni. Nú skulu SEV og kommunurnar vera við í arbeiðinum um at skilja netið og framleiðsluna sundur, og tað merkir, at alt arbeiðið byrjar meira ella minni av nýggjum. Tað var niðurstøðan, tá løgmaður og landstýrismaðurin í umhvørvis og vinnumálum øðrumegin, og Kommunufelagið og SEV hinumegin hittust hósdagin at viðgera arbeiðsbólkin og støðuna hjá SEV. Ein arbeiðsbólkur var settur í februar at gera eitt uppskot til, hvussu netið og framleiðslan hjá SEV skulu skiljast sundur, men kommunurnar frættu ikki um hendan arbeiðsbólkin fyrr enn í juli mánaði. Ein maður í 50 unum varð í grundlógaravhoyring í gjáramorgun varðhaldsfonglaður í 19 dagar, skuldsettur fyri harðskap og hóttanir. Maðurin bleiv handtikin í Eysturoynni fríggjadag seinnapart. Í grundlógaravhoyringini í Føroya rætti bað ákæruvaldið um, at maðurin bleiv varðhaldsfongslaður í 19 dagar, so at løgreglan fekk frið til at gera víðari kanningar í málinum. Hesum gav Føroya rættur ákæruvaldinum viðhald í. Tríggir, nýggir smittutilburðir av koronasmittuni vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum. Teir tríggir persónarnir eru smittaðir í Føroyum, og øll eru partur av somu smittuketu, skrivar corona.fo Tey smittaðu eru avbyrgd, og ein nágreinilig smittusporing er byrjað. Tilsamans hava nú 434 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 412 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 22 persónar smittaðir í løtuni. Heilsumyndugleikarnir óttast eina stóra smittubreiðslu í høvuðsstaðnum, eftir at tríggir, nýggir tilburðir av koronasmittuni vórðu staðfestir í gjár. Í tíðindaskrivi í kvøld sigur Heilsumálaráðið, at tað er ein familja, sum er smittað við Covid 19, og at tey eru smittað í Føroyum. Børn teirra ganga á Glasi, Skúlanum á Fløtum og einum barnaansingarstovni í Tórshavnar kommunu. Enn er ógreitt, hvaðani smittan stavar, og tí hevur Mentamálaráðið í dag avgjørt, at allir næmingar á Glasi, fýra flokkar í fólkaskúlanum og teirra lærarar og børnini og starvsfólk í barnagarðinum eiga at vera kannað fyri koronasmittu í dag, og so aftur mikudagin. GG, í innslagnum verður sagt, at allur Skúlin á Fløtum er afturlatin í morgin, tað er ikki rætt. Tað er bert ítróttarrásin, teir flokkar sum halda til í eindini í Gundadali, ið ikki skulu koma í skúla í morgin. Hinir flokkarnir møta sum vanligt. Tað sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í orkumálum. Hann er tí ikki samdur við niðurstøðuni hjá stjóranum í kommunufelagnum um, at tað nú verður bakkað nøkur fet í arbeiðinum, eftir at landsstýrið og Kommunufelagið høvdu fund um málið hósdagin. Fai Yin Wong lat ongan iva vera um, at hann var besti spælarin í kappingini, tá hann vann ársins fyrstu grand prix kapping í badminton í Klaksvík sunnudagin. Hjálparvenjarin hjá føroyska badmintonlandsliðnum, sum umboðar Havnar Badmintonfelag, vann øll settini á veg til finaluna, og Magnus Dal Christiansen hevði ongan møguleika í finaluni, sum Fai Yin Wong vann 2 0 21 13, 21 16 . Miriam vann trísettara Miriam í Grótinum úr Havnar Badmintonfelag vann kappingina hjá kvinnum. Í finaluni vann Bjanhild í Buð Justinussen úr Klaksvíkar Badmintonfelag fyrsta settið móti mótstøðukvinnuni úr Havn, men so vendi dysturin. Miriam Í Grótinum vann tey bæði næstu 21 16, 21 13 og harvið dystin 2 1. Fyrsta av fimm Hetta var fyrsta grand prix kappingin hjá Badmintonsambandinum í hesum kappingarárinum. Tvær grand prix kappingar vera afturat fyri nýggjár. Í gjár var ógreitt, hvaðani smittan stavar, men tað er greitt, at tey eru smittað í Føroyum, segði Bjarni á Steig, ráðgevi hjá Heilsumálaráðnum, við Útvarpið í gjárkvøldið. Avleiðingin av hesum er, at børn og starvsfólk á barnaansingarstovninum, allir næmingar og lærarar á Glasi, og fýra flokkar á Skúlanum á Fløtum tað eru næmingar og lærarar á ítróttarrásini, sum heldur til í Gundadali kannast fyri koronu. Hóast Glasir er ein stórur stovnur, er onki annað at gera, enn at kanna øll á Glasi, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum. Tá nýggja rættargangslógin kemur í gildi á nýggjárinum, skal Føroya rættur brúka sakkøn fólk ella feløg í smáum borgarligum málum, har fakligur serkunnleiki hevur týdning fyri málsgongdina. Hesi fólk ella feløg skulu brúkast í málum um krøv við fíggjarligum virði, sum eru í mesta lagi 50.000 krónur, ella um krøv uttan fíggjarligt virði. Talan er um fólk ella feløg, sum vita nógv um til dømis bygging, fastognir, maskinídnað, kunningartøkni, smáhandil, flutning, innbúgv, umhvørvi ella matvøruvinnu. Harfturat er arbeiðstíðin í veruleikanum tann sama í Føroyum sum í Danmark. Hon er 37 tímar um vikuna uttan matarsteðg í Danmark og 40 tímar í Føroyum við matarsteðgi Arbeiðsgevarafelagið vísir eisini á, at Búskaparráðið hevur sagt, at upskotið um at stytta arbeiðsvikuna er eitt stig tann skeiva vegin, tá hugsað verður um haldførið í føroyska búskapinum. Ein fortreyt fyri at gera grundleggjandi broytingar á arbeiðsmarknaðinum er, at vinnan fær munandi fríari atgongd til arbeiðsmegi. 47 prosent av teimum, sum Lóður spurdi fyri Ráðið fyri ferðslutrygd, halda, at gáloysni er størsta orsøkin til, at fólk fær skaða í ferðsluni. Gáloysni er ikki nóg væl skjalfest í føroyskum hagtølum um ferðsluna, sigur Ráðið fyri ferðslutrygd. Men í grannalondunum vísa kanningar, at gáloysni er millum vanligastu orsakir til ferðsluóhapp og ferðsluvanlukkur. Smáparrtafelagið Búð eigur verkætlanina, men møguleiki er fyri, at verkætlanin verður gjørd í samstarvi við Bústaðir, sigur Eiðis kommuna. Tað er ikki óvanligt, at grindahvalir gera landgongd har, men so nógvir hvalir hava ikki gjørt landgongd í senn í meira enn 10 ár, sigur leiðarin fyri tjóðarlundirnar í Tasmania, Nic Deka. Flutt verður ikki, fyrr enn alt arbeiðið er liðugt, og tað verður ikki fyrr enn í seinnu helvt í oktober, sigur Sigurð Ólason Vang, leiðari á Mentanardeildini hjá Tórshavnar kommunu, í dag. Okkara royndir eru, at fíggjaligur harðskapur er aloftast samantvinnaður við onnur sløg av harðskapi, kanska serliga sálarligum harðskapi. Tað vil siga, at ein kvinna er sjáldan bara fyri fíggjaligum harðskapi, sigur Ann Britt Fríðheim Mortensen, leiðari í Kvinnuhúsinum. Fíggjarligur harðskapur er, tá ein persónur útnyttar ein annan persón fíggjarligt og frátekur einum øðrum persóni fíggjarligt frælsi. Tað snýr seg um at stýra og kontrollera fíggjarstøðuna hjá makanum, at nokta einum øðrum persóni at forvinna sær pening, atgongdin til egna konto verður noktað, og at mann ikki fær innlit í fíggjarstøðuna hjá húskinum sum heild, sigur Ann Britt Fríðheim Mortensen, og vísir á, at fíggjarligur harðskapur hevur stórar avleiðingar fyri kvinnurnar, sum venda sær til Kvinnuhúsið. Tær eru verri stillaðar upp á fleiri mátar. Tær ána í summum førum ikki, hvørji lán tær hava undirskrivað, eru kanska noktaðar at sleppa at forvinna egnan pening, og tí kunnu tær vera í eini keðiligari støðu, um tær ætla at fara úr parlagnum, sigur Ann Britt Fríðheim Mortensen. Løgmaður heldur, at tíðin er búgvin at endurskoða lógina í einari heild. Á fundinum fyrrapartin vórðu millum annað hesi viðurskifti umrødd Stýrisskipanin er oman fyri aðra lóggávu, og tí eiga broytingar í lógini at hava eina breiða politisku undirtøku. Eg vóni, at vit í felag kunnu seta úti í kortið, hvørjar broytingar skulu gerast, sigur Bárður á Steig Nielsen, í tíðindaskrivi. Higartil hevur landið goldið fyri koronukanningar. Bárður á Steig Nielsen veit ikki, hvussu nógv tað hevur kostað, men tað er ið hvussu er nakrar milliónir, sigur hann. Á Skúlanum á Fløtum vórðu 15 starvsfólk og umleið 100 næmingar kannað í gjárkvøldið. Tað eru tey, sum hava sína gongd á ítróttarrásini, og sum húsast í FSF húsinum í Gundadali. Hóast einki virksemi hevur verið umborð á farmaskipinum í Norðhavnini, kæra grannar sína neyð um gang frá skipinum, sum hevur órógvað svøvnfriðin. Ein kanning, sum Johannes Steingrund, serfrøðingur, hevur gjørt av viðurskiftunum í Norðhavnini, vísir, at mátaða óljóðið var 17 decibel oman fyri hámarkið. Olga Kristina Hansen, virkandi landslækni, sigur, at ongin av teimum trimum tilburðunum eru staðfestir millum starvsfólk og næmingar á Glasi, Skúlanum á Fløtum ella Býlingshúsinum á Norðasta Horni. Í 2008 2009 skrivaði tónaskaldið Kári Bæk eitt verk fyri sologuitar. Verkið, ið var skriva til Ólav Jakobsen, lýsir eina listaframsýning og fýra listaverk. Listaverkini eru millum tey kendastu hjá nøkrum av okkara frægastu listamálarum. Í sendingini spælir Ólavur Jakobsen verkið. Hann og Bárður Jákupsson skifta eisini orð um tónleikin og tey fýra listaverkini hjá Torbirni Olsen, Frimod Joensen, Ingálvi av Reyni og Sámali Joensen Mikines. Kári Bæk fylti 70 ár 11. september. Ætlanin er at gera umleið 50 tvímanskønur aftrat. Nýggj caf verður gjørd á 10. dekki, og haraftrat verður eitt nýtt øki við sofum og stólum til ferðafólkini. Tíðirnar eru nógv broyttar, síðan Norrøna kom í flotan fyri 17 árum síðani. Tá vóru krøvini frá kundum ikki tey somu, sum tey eru í dag. Tí er alneyðugt, at vit fylgja rákinum og teimum krøvum, ið kundarnir hava, sigur Rúni Vang Poulsen. Nú er tíðin komin til eina størri nútímansgerð og at framtíðartryggja Norr nu, ið er einasta ferðafólkaskipið, sum er í fastari leið í Norðuratlantshavi, sigur Rúni Vang Poulsen, stjóri í Smyril Line. Tað er ein spurningur um temperament, um landsstýrið hevur bakkað fyri kommununum og Sev, nú arbeitt verður við at taka netið frá Sev. Ætlanin var alla tíðina at taka kommunurnar og Sev við í arbeiðið, sum embætisfólk hjá landsstýrismanninum í orkumálum hava fyrireikað, sigur hann. Embætisfólkini fóru longu í februar undir at fyrireika uppskotið um, hvussu netið og framleiðslan hjá Sev skulu skiljast sundur, men Kommunufelagið sigur, at tað frætti ikki um hetta arbeiðið fyrr enn í juli. Deildin er tí fram til ársskiftið mannað við starvsfólkum frá øllum trimum sjúkrahúsunum, sigur Margit Stórá, varastjóri á Landssjúkrahúsinum. Ein kvinna er handtikin í USA, tí hon í gjár royndi at koma til USA úr Kanada. Illgruni er um, at hon hevur sent eitur til Hvítu Húsini. Illgruni er um, at kvinnan hevur sent onnur brøv til amerikonsk fongsul, men tað er ikki greitt, hvør móttakarin er, sigur eitt embætisfólk við NBC News. Løgtingið fer aftur í morgin at viðgera eitt lógaruppskot, um at leingja heimildina hjá Helga Abrahamsen, landsstýrimanni, at steingja skeinki og matstøð við lóg. Í ringasta føri kann tað kosta landsstýrinum endurgjaldskrav frá skeinki og matstovum, um málið verður roynt í rættinum, og komið verður til ta niðurstøðu, at heimildin er ikki hjá løgtinginum, men í donsku epidemilógini. Tað sigur Bjørn á Heygum, advokatur. Hann væntar tó ikki, at ivamálini í hesari lóggávuni nakrantíð verða roynd og harvið avklárað. Fært tú okkurt ókeypis á sosialu miðlunum ella frá eini leitimaskinum á netinum, er tað tí, at tú ert vøran, sum verður seld. Hetta er ein av boðskapunum í nýggjum dokumentarfilmi á Netflix, sum hevur sett sinnini í kók. Vit tosa við KT serfrøðingin, Ólav Ellefsen, um filmin og um sosialar miðlar sum heild. Amerikanski hægstirættardómarin, Ruth Bader Ginsburg, andaðist um vikuskiftið. Hví gjørdist hon ein so sterk mentanarlig ímynd, hvønn leiklut spælir hægstirættir í amerikonskum virðispolitikki, og hvat hendir nú Vit tosa við Kristionnu Winther Poulsen, javnstøðupolitikara, og Regin Berg, stjórnmálafrøðing. Í morgin verður tað eitt krav, at øll, sum koyra við Bussleiðini í Havn, skulu brúka masku. Kravið er galdandi fyri øll, sum klára at ferðast einsamøll, sigur Tórshavnar kommuna. Skipanin er galdandi, til smittutalið er komið niður á 0. Kravið byggir á ráðini frá koronu ráðgevingini, sum beinleiðis mælir til at brúka masku. Fólkini, sum samrøða er við í sendingini, eru Jóannes Patursson, Tróndur Patursson, Sverri Patursson, Jóan Pauli Patursson, Rúni Patursson, Malan Johansen, Hans Vilhelm Lützen, Finn Müller Kommunan eigur næstu árini at vísa fríðtíðar og mentanartilboðum størri ans. Tað halda fólk í Skopun, sum tó siga, at trivnaðurin er góður í bygdini. Á størsta arbeiðsplássinum í bygdini, Sandoy Seafood, hava tey gjørt stórar íløgur seinnu árini, men framvegis eru avbjóðingar við flutningi av vøru í oynna. Eysturskúlinum hevur fingið umhvørvisvirðislønin frá Føroyal Læarafelag. Tey hava havt urtagarðsdagar, sett niður og mangt annað. Andrass er 8 ára gamal og elskar at vera úti í náttúruni. Tá fólkatalið verður framroknað, verða føðitíttleiki og deyðstíttleiki, tilflyting og fráflyting síðani 1985, brúkt sum grundarlag. Sambært framrokningunum minkar fólkatalið, tá øldin er komin í helvt. Í mai 2055 búgva 56.594 fólk í Føroyum, 1.000 fleiri enn í august 2060. Og í august 2055 verður fólkatalið 56.560. Í 2007 lósu 37 føroyingar til lækna, talið var 123 í 2017 og í løtuni lesa 103 føroyingar læknafrøði, sigur Felagið fyri yngri læknar, sum hevur tølini frá Felagnum fyri læknalesandi í Danmark. Sølu og kundatænastan hjá Atlantic Airways hevur havt úr at gera, síðani korona legði mestsum alla flogferðsluna lamna í mars í ár. Løgtingið fer í dag viðgera uppskotið hjá Landsstýrinum, sum vil hava loyvi til at áseta upplatingartíðirnar hjá skeinkingarstøðum hetta til nýggjárs, og loyvi til at avgera, hvussu nógv fólk kunnu vera inni har í senn. Tí hevur Løgtingið fingið lógaruppskot um at geva loyvi til at áseta upplatingartíðirnar í heyst og í vetur. Lógarheimildin skal vera galdandi til 31.desember. Men tá lógin fór úr gildi 31.august, avgjørdu skeinkistøðini av sínum eintingum at hava opið til klokkan tvey um náttina um vikuskiftini. Í øðrum lagi er endamálið við lógaruppskotinum at geva landsstýrisfólkinum greiða heimild at áseta nærri reglur um beinleiðis atgongd hjá politinum til vápnaskránna. Føroysku uppsjóvarskipini hava leitað í føroyskum, norskum og altjóða sjógvi, men tey hava einki sæð. Nøkur skip eru farin at fiska sild í staðin. Í hesum sendingum siga fólk frá ymiskum, teimum hevur verið fyri í barna og unglingaárum í eini tíð, tá ið Føroyar vóru annað oyggjasamfelag, enn tær eru í dag. Av tí at fleiri av gerandishendingunum, sum sagt verður frá, fóru fram fyri nærum 100 árum síðani, er nógv bæði øðrvísi og hugtakandi at hoyra um. Í hesum sendingum siga fólk frá ymiskum, teimum hevur verið fyri í barna og unglingaárum í eini tíð, tá ið Føroyar vóru annað oyggjasamfelag, enn tær eru í dag. Av tí at fleiri av gerandishendingunum, sum sagt verður frá, fóru fram fyri nærum 100 árum síðani, er nógv bæði øðrvísi og hugtakandi at hoyra um. Hann sigur tað ikki vera í lagi, at danska skattavaldið hevur langdrignar og bureaukratiskar mannagongdir sum tær, Sjúrður Skaale spyr um. Tað sjáldsama við heiðrinum hjá Olafi Johannessen í ár er, at hann vann virðislønina saman við einum øðrum sjónleikara, Jens Albinus. Teir hava leiklutir sum tvíburar í eini skaldsøgu eftir Agotu Kritof. Tað er ikki hent fyrr, at tveir persónar vinna sama heiður, men dómsnevndin kallaði teirra framførslu í sjónleikinum Det store stilhæfte fyri skelkandi góðan sjónleik og eina framúr tvíframførslu. Tilsamans hava 448 fólk fingið staðfest smittuna í Føroyum. Tilsamans 414 eru staðfest frísk aftur, og sostatt eru 34 fólk smittað í løtuni. Orsøkin er, at ferðafólkatalið er minkað, og at SAS nú nú eisini skal krevja gjald frá ferðafólki, sum verða kannað fyri koronu á flogvøllinum. 87 ára gamla, Ruth Bader Ginsburg, var víðagitin men hvør var hon, og hvussu hevur hon sum hægstarættardómari ávirkað amerikanskan politikk. Nú verður tað landsstýrismaðurin einsamallur, sum ásetir fiskidagarnar. Men umsitingarætlanin er ikki uttan lýti, sigur ein fiskifrøðingur. Fríggjadagin andaðist hon 87 ára gomul. Hon hevur virkað sum hægstirættardómari síðan 1993, men tað er komið óvart á mong, at hon á eldri árum gjørdist ein mentanarímynd og ein superstjørna. Hvør var hon, hví hevur hon fingið so stóra stjørnu, hvat hevur hon havt at siga fyri javnrættindi, hvat hevur amerikanski hægstirætturin at siga fyri amerikonsk virði, og hvat hendir nú. Hoyrið Kristionnu Winther Poulsen, javnstøðupolitikara, og Regin Berg, stjórnmálarøðing, hugleiða um Ruth Bader Ginsburg og amerikanskan virðispolitikk. Hetta er ein av boðskapunum í nýggjum dokumentarfilmi á Netflix, sum hevur sett sinnini í kók. Vit tosa við KT serfrøðingin, Ólav Ellefsen, um filmin og um sosialar miðlar sum heild. Hoyrið samrøðuna her Ein onnur orsøk er, at flutningsfeløgini nú eisini fáa álagt at krevja gjald fyri tað, sum tað kostar at verða kannaður fyri koronu á flogvøllinum í Vágum. Regin I. Jakobsen, stjóri, sigur, at ferðafólktalið um Vága floghavn er vaksið, síðani SAS fór at flúgva, tí SAS hevur havt sítt egna kundagrundarlag. Og nú minkar hendan køkan. Hann dugir ikki at siga, hvørjar avleiðingarnar verða fyri raksturin á flogvøllinum, nú SAS gevst, men Regin I. Jakobsen vísir á, at korona hevur longu havt við sær, inntøkurnar hjá flogvøllinum eru minkaðar niður í helvt. Løgmansskrivstovan ásannar, at fleiri broytingar enn tær, sum nú skulu gerast í vápnalógini, eru neyðugar. Men tær verða ikki gjørdar í hesum umfarinum. Í øðrum lagi er endamálið við lógaruppskotinum at geva landsstýrisfólkinum greiða heimild at áseta nærri reglur um beinleiðis atgongd hjá politinum til vápnaskránna. Okkurt árið hevur fyritøkan tikið móti 35.000 seyðaskinnum. Í fjør varð ikki tikið ímóti skinnum, og tey flestu skinnini vórðu brend annaðhvørt á brennistøðini hjá IRF í Leirvík ella á brennistøðini á Hjalla. Tað er ymiskt, ið ein kann gera, fyri at spara nakrar krónur og spara umhvørvinum fyri óneyðugari orkudálking. Hoyr Boga Sigurstein, eftirlitsfólk hjá SEV greiða frá. Bruce Springsteen og Sheryl Crow hava gingið nýggjar sangir út, og tey og onnur eru á skránni í sendingini, har eisini verður ferðast aftur til 1977. Sara Samson Lamhauge, Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir og Óluva Allansdóttir Joensen eru nýggjar í føroysku byrjanaruppstillingini í mun til dystin móti Norðurírlandi fríggjadagin. Talan verður um fyrsta landsdystin hjá 18 ára gomlu Óluvu Allansdóttir Joensen, sum til dagliga spælir í KÍ. Stór uppgáva Hvítarussland er styrkismett hægri enn Norðurírland, sum Føoyar taptu 6 0 í síðstu viku. Talan er tí um eina stóra uppgávu, men málið hjá venjaranum er greitt Vit vita, at mótstøðan er sterk, og at tær leikliga eru væl fyri, og tí krevur tað nærlagni og konsentratión frá okkara leikarum allan dystin á tamb. Viljan og arbeiðsinnsatsin kunnu vit avgjørt taka við okkum frá dystinum fríggjakvøldið, men leikliga vilja vit eisini royna at fáa meira burturúr í kvøld, sigur John Petersen við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandinum. Byrjanaruppstillingin Málverji Óluva Allandóttir Joensen Verja Sanna Svarvadal Jacoba Langgaard Birita Ryan Ásla Johannesen Miðvøllur Julia Naomi Mortensen Sara Samson Lamhauge Elisabet Vang Kára Djurhuus Jensa Kannuberg Tórálvsdóttir Álop Heidi Sevdal Sambært uppskotinum skulu flutningsfyritøkur ella umboð teirra krevja gjaldið inn, og tey fáa eisini heimild at krevja eitt ómaksgjald afturfyri. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sigur í viðmerkingunum til uppskotið, at higartil hava koronukanningarnar verið ókeypis, men roknað verður við, at kanningarnar mugu halda fram eina tíð aftrat. Síðani 27. juni eru øll ferðandi til Føroya kannað fyri koronu, og metingin er, at umleið 3.000 ferðandi koma til Føroya um vikuna í september. Men talið á ferðandii minkar helst, sum árið líður. Uppskotið hevur verið til hoyringar hjá flutningsfeløgunum, og Fíggjarmálaráðið hevur eisini havt fund við umboð fyri flutningsfyritøkurnar. Haraftrat hevur verið samskift við Taks um málið. Atlantic Airways væntar, at uppskotið kann hava við sær, at ferðafólkatalið til Føroya fer at minka. Felagið hevur víst á ávísar broytingar, og Fíggjarmálaráðið hevur broytt uppskotið samsvarandi. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fær nú neyðugu lógarheimildina, einsamællur at áseta fiskidagarnar.Tað verður gjørt eftir eini umsitingarætlan, sum ein arbeiðsbólkur lat úr hondum í mai mánaða í fjør. Lógaruppskotið sum gevur honum hesa heimildina er farið til hoyringar, og broytingin skal koma í gildi fyri fiskiárið, sum byrjar á nýggjárinum. Eitt grundprinsipp í umsitingarætlanini er sonevnda veiðireglan, sum sigur, hvussu árliga fiskidagatalið verður ásett. Frágreiðingin lýsir veiðiregluna sum eitt slag av tilbúgving, sum sigur, at okkurt skal gerast, tá ávaringarljósini lýsa. Gýtingarstovnurin er tann parturin av einum fiskastovni, ið er gýtingarførur. Veiðireglan leggur upp til, at fiskidagatalið verður skert, um gýtingarstovnurin er niðan fyri ásetta lágmarkið í veiðiregluni. Er stovnurin væl fyri og royndin óbroytt, verður fiskidagatalið óbroytt ella hækkað. Veiðilutfallið er veiða í mun til fiskibaran stovn. Hetta er eitt slag av harvest rate . Fiskibarur stovnur er biomassin av 3 ára gomlum toski og hýsu, ella biomassi av 4 ára gomlum upsa. Og sum tað síðsta er eisini ein stabilitetsregla inni í umsitingarskipanini. Tað merkir, at fiskidagatalið kann bert stillast við fimm prosentum í mun til fiskiárið frammanundan tað veri seg uppeftir ella niðureftir hóast støðan kann tala fyri størri inntrivum. Endamálið við hesum er at hava ávísan stabilitet í kørmunum og veiðimøguleikunum. Men umsitingarætlanin er ikki uttan lýti, staðfestir Petur Steingrund, fiskifrøðingur á Havstovuni, sum sjálvur var við í arbeiðnum at gera tilmæli um umsitingarætlan. Fyri tað fyrsta er støðan hjá fiskastovnunum broytt ídag, sammett við í fjørvár, tá umsitingarætlanin varð skrivað. Sambært Vørn eru fleiri fiskidagar inni í bólki 3, bólki 4A, bólki 4B og bólki 4T í ár, sammett við í fjør, tá umsitingarætlanin varð gjørd. Eitt annað lýti við umsitingarætlanini er, at hon er ikki eftirmett av altjóða fiskirannsóknarstovninum ICES. Praktiski týdningurin er lítil og eingin, tí føroysku myndugleikarnir áseta einsamællir fiskidagarnar. Arbeiðsbólkurin, sum hevur gjørt uppskot til umsitingarætlan, varð settur á heysti í 2018. Tá var politiski viljin í landsstýrinum at fara frá fiskidøgum til kvotur. Men politisku vindarnir vendu, og fiskidagaskipanin varð varðveitt. Arbeiðsbólkurin skuldi eisini eftirmeta fiskidagaskipanina og aðrar reguleringar í fiskiskapinum eftir botnfiski í føroyskum sjógvi. Men hetta arbeiðið bleiv ikki gjørt. Stundir og arbeiðsorka vóru ikki til tað, ljóðaði frágreiðingin, tá arbeiðsbólkurin lat sína frágreiðing úr hondum í mai 2019. Aftaná at hava flogið millum Keypmannahavn og Føroyar seinastu trý árini heldur skandinaviska flogfelagið SAS nú uppat við allari flúgving á Føroyarutuni um 9 dagar. Tað segði Sille Bech Hansen, virkandi kunningarleiðari hjá SAS, við útvarpstíðindini á middegi. Orsøkirnar eru minkandi ferðafólkatalið og nýggja gjaldið fyri koronakanningar, ið landsstýrið áleggur flogfeløgunum at krevja. Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, harmast um boðini, tí tað merkir, at talið av ferðafólkum fer at minka. Tí er tað eisini týdningarmikið, at ongar avmarkingar verða settar, um SAS aftur ynskir at flúgva til Føroyar næsta summar. Men er tað rætt, at SAS einans flýgur, tá teir kunnu skúma róman, meðan Atlantic Airways má flúgva um veturin Hvat hendir við príspolitikkinum hjá Atlantic Airways, nú við aftur fáa eina monopol líknandi støðu Og hevur landsstýrið beint fyri kappingini á økinum við nýggja gjaldinum fyri koronakanningar Í sendingini verða hesir spurningarnir viðgjørdi við Helga Abrahamsen, landsstýrismanni í vinnumálum, og Jóhanna á Bergi, stjóra í Atlantsflogi. SAS gevst fyribils at flúgva til Føroya. Men hvønn týdning hevur tað fyri føroysku ferðavinnuna Hvussu ávirkar tað Atlantsflog Og hevur landsstýrið nakað alternativ, annað enn at biðja flogfeløgini krevja inn gjaldið fyri tvungnu koronakanningarnar 87 ára gamla Ruth Bader Ginsberg var víðagitin men hvør var hon, og hvussu hevur hon sum hægstarættardómari ávirkað amerikanska samfelagið nú verður tað landsstýrismaðurin einsamallur, sum við støði í eini umsitingarætlan ásetir fiskidagarnar. Vit tosa við Petur Steingrund um hesa umsitingarætlan. Luttakarar í sendingini Annegrethe Felter Rasmussen, chefredaktørur og uttanríkiskorrespondent hjá talgilda miðlinum POV International, Johanna á Bergi, Stjóri í Atlantsflogi, Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum, Petur Steingrund fiskifrøðingur. Annegrethe Felter Rasmussen chefredaktørur og uttanríkiskorrespondent á talgilda miðlinum POV International er búsitandi í Washington DC. Í Breddanum í dag tosa vit við hana um, hvørja ávirkan Ruth Bader Ginsburg hevur havt á USA. Sum ung lesandi á Harvard var Ginsburg ein av fáum kvinnum millum fleiri 100 menn. Hóast flott prógv hevði hon ilt við at finna starv eftir loknan lesna. Hon hevur sjálv sagt, at serliga trý viðurskifti gjørdu tað trupult. Hon var kvinna, mamma og jødi Í dag er eingin ivi um, at Ruth Bader Ginsberg við teimum dómum, hon hevur vunnið sum sakførari og sum hægstarættardómari, hevur flutt USA á eina nýggja kós ikki minst tá tað kemur til líkastilling millum kyn. Ruth Bader Ginsburg doyði fríggjakvøldið 87 ára gomul og stríðið um, hvør skal í hennara stól, er byrjað. Í USA ger hægstirættur politikk, og tað er sitandi forsetin, sum tilnevnir ein dómara, tá ein fellur frá. Tí verður setanin av hægstarættardómarum ofta til eitt politiskt eljustríð. Eydnast tað Trump at seta ein hægstarættardomara í stólin hjá Ginsburg, áðrenn valið 3. november, er tað triðji dómarin, sum Trump setur í hesum valskeiði. Vit tosa eisini við Annegrethe Felter Rasmussen um, hvussu tað kann at ávirka amerikanskan politikk. Tað verður arbeitt við at útvega fleiri umlættingarpláss til fólk undir 67 ár. Tað sigur landsstýriskvinnan í almannamálum. Á Alzheimersdegnum, sum var í gjár, segði forkvinnan í Alzheimersfelagnum, at tørvurin á fleiri plássum er stórur, og tað trýstir tey avvarðandi. Føroyar hava eina veðurstøð, har vind , regn og hitamátingar verða gjørdar dag og dagliga, men enn hava vit onga veðurstovu, sum kann siga okkum, hvussu veðrið á sjógvi og landi verður næstu dagarnar. Jacob Vestergaard hevur biðið um at fáa átta milliónir krónur til eina veðurstovu á fíggjarlógini næsta ár, men enn veit hann ikki, um undirtøka er fyri ynska hansara í samgonguni. Tað er sera álvarsligt, at ein kinesisk fyritøka hevur savnað inn upplýsingar um føroyingar. Tað heldur Andr Ken Jacobsen, ið er granskari og serfrøðingur í, hvussu lond arbeiða mótvegis hvørjum øðrum uttan at fara í kríggj við vápnum. Í seinastu viku kom fram, at minst 164 føroyingar, sum búgva í Føroyum, eru skrásettir í einum dátugruni, sum kinesiska felagið, Zhenhua, hevur savnað. Kinesiska felagið Zehnua vísir sambært Jyllands Posten aftur, at felagið hevur latið kinesisku stjórnini upplýsingarnar úr dátugrunninum. Jóhannus Danielsen, sum hevur verið borgarstjóri seinastu átta árini, stillar ikki upp aftur men hann heldur eisini, at tað hevði verið gott fyri trivnaðin við einum miðøki, har fólk kunnu savnast. Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, í svari til Heðin Mortensen, løgtingsmann, sum spurdi, hvørjar avleiðingar tað fær fyri bankan og tey, sum arbeiða har, um landið selur sín part í BankNordik. Eitt annað uppskot er, at heimildin til atgongd til akfarsskránna hjá Akstovuni verður savnað í ferðslulógini heldur enn í fleiri ymiskum serlógum. Hann spyr millum annað, um Helgi Abrahamsen veit um streymprísirnar í Danmark, har sum framleiðsla og net eru skild sundur, og ein liberalisering er gjørd. Johan Dahl sigur, at hann spyr, so sjónarmiðini hjá fleiri viðkomandi pørtum kunnu koma við í arbeiðinum hjá landsstýrismanninum við einari nýggjari skipan á elorkuøkinum. Í barnaútvarpinum hesa ferð eru vit í Klaksvík. Vit fara at vitja Steintór Rasmussen. Hann hevur gjørt fleiri vælkendar sangir og hevur givið fleiri bøkur út. Tvær bøkur eru fyri kotrum komnar út og tað eru bøkurnar Tvøri og Tvassa og Mín Gløggi vinur. Eydna J Steinberg, hevur teknað sera flottu myndirnar. Í sendingini hesa ferð fara vit at hoyra um bókina Mín Gløggi vinur. Hetta eru søgur og krimigátur, har øll familjan sleppur at royna seg. Ein hugfangandi og lærurík bók hjá føroyskum børnum, sum ikki vilja lata seg lumpa ella lokka. Tær 77 krimisøgurnar fylgja álmanakkanum og eru ein livandi lýsing av tí nógva og spennandi, sum hendir her í Føroyum. Eydna J. Steinberg hevur teknað eina sera gátufulla barnaverð. Og bókin er hugtakandi uppsett við fjølbroyttum søgum og gátum og svari aftast í bókini. Steintór Ramsussen greiðir frá, tí hann hevur skrivað og funnið uppá Ein maður, sum varð ákærdur fyri at koyra fullur við lendisakfari, ATV ara, á almennum vegi, varð frídømdur í Føroya rætti, hóast promillan var 2,07. Støðan hjá okkum er sum í Spania og øðrum londum, og tí er neyðugt at herða tiltøkini, segði Boris Johnson í røðu fyri parlamentinum. Hann boðaði frá, at ølstovur og onnur skeinkistøð noyðast at lata aftur klokkan 10 á kvøldi, og so nógv sum gjørligt mugu arbeiða við hús, í eini roynd at steðga smittuni. Hann legði dent á, at tað ikki er óhugsandi, at tiltøkini fara at vara í seks mánaðir. Og so leingi mugu vit venja okkum við, at koronusmittan er ein partur av lívinum, segði hann. Bretska stjórnin tekur bert avgerð um heiluspolitikkin í Onglandi, men Johnson segði, at eisini Skotland, Norðurírland og Wales fara at taka líknandi stig. Boris Johnson boðaði frá átøkunum dagin eftir, at myndugleikarnir høvdu almannakunngjørt, at koronusmittan breiðir seg við rúkandi ferð, og at tað ikki er óvist, at smittutalið kemur upp í 50.000 fólk um dagin í oktober, um einki verður gjørt fyri at steðga smittuni, skrivar norska Nettavísin. Næmingurin hevur ikki verið í skúla síðani mánadagin, og flokkurin, sum næmingurin gongur í, nú sendur til hús og skal kannast fyri koronu, sigur Jón Kragesteen, varaskúlastjóri í skúlanum í Løgmannabreyt. Hann og konan, Guðrið, eru longu í leiðslutoyminum í samkomuni. Tom hevur verið ungdómspastorur, og Guðrið hevur samskipað lovsongin. Frammundan hevur nýggi fyristøðumaðurin verið nógv uttanlands. Hann var hálvt ár í Taiwan hjá Youth With a Mission, og seinni vóru hjúnini tvey ár í skúlanum hjá Bethel Church í Redding, Kalifornia. Tann íblásturin kunnu tey brúka nú, tí í City Church er altíð okkurt á vási. Tey, sum ganga her ræðast ikki broytingar, leggur hann dent á. Øll hava sína trúarferð, og tað er trupult at siga, júst hvat er tað rætta, sigur Tom Jacobsen, pastorur, ið er spentur at taka við uppgávuni í City Church. Sambært kanningini er signifikantur munur á tilknýtinum hjá ávikavist foreldrum, ið brúka snildfon lítið og nógv. Jú størri nýtslan av snildfon er, jú verri er tilknýtið millum foreldur og barn, sigur Gitte Klein og heldur fram Hvussu trygg eru vit, tá vit brúka telduna og ferðast á netinum Tey flestu vita nokk, at eitt antivirus forrit er eitt gott hugskot at hava á telduni, men hvat verjir tað í veruleikanum ímóti Hvat hendir um mann trýstir á eitt leinki í einum telduposti, sum mann ikki átti Kann ein teldusníkur fáa atgongd til títt vevmyndatól og hvar liggja okkara upplýsingar Grunnarnir, sum skulu takast av, eru Konsul Johannes Hansen og hustru Betsy Eling Adelaide Hansens legat, Else Bergithe Petersens legat og Det Restorffske legat. Tað snýr seg um at verja húðina fyri kuldanum, og tá er umráðandi eitt nú at brúka vætukrem, sigur Rannvá Langgaard, kosmetologur. Fyrsta uppgávan hjá avloysaraskipinum verður at røkja siglingina hjá Ternuni, sum fer til 40 ára klassingar umleið hálvan oktober. Klassingin fer væntandi at taka einar tveir mánaðir. Erla Kongsdóttir tekur 96 fólk, lættari farm og tríggjar bilar. Hon fer at brúka umleið 12 minuttir at sigla teinin millum Nólsoy og Havnina. Síðani 9. august hevur eitt tjald staðið uttan fyri stjórnarskrivstovuna á Eirargarði, har koronukanningar hava verið gjørdar, men nú er Farstøðin komin upp á tal. Samkynd foreldur fáa neyvan stuðul frá einum meiriluta í løgtinginum, tá ið ræður um at geva teimum somu rættindi sum onnur foreldur til eitt nú barsilsskipanina. Meðan andstøðuflokkarnir taka heilt ella lutvíst undir við at javnseta samkynd foreldur við onnur foreldur, so ivast samgonguflokkarnir í, hvussu hetta málið skal handfarast. Eyðkendi reyði skorsteinurin varð tikin niður í gjár. Hann hevur tænt fyri seg. Kringvarpið hevur í eina tið arbeitt við at umleggja til meira grøna orkunýtslu. Fyri nøkrum árum síðani vórðu gomlu ketlarnir skiftir út við nýggjar, meira orkuvinarligar kondensketlar. Teir útveita ein kaldari dampkendan royk, ið verður leiddur út gjøgnum eina nýggja kaminu. Tí var ikki brúk fyri gamla skorsteininum longur. Arbeitt verður í hesum døgum við at seta upp eina nýggja hitapumpu, ið fer at endurvinna hitan í húsinum. Nýggja hitapumpan ger, at stovnurin sparir umleið 20.000 litrar av olju um árið. Sum heild hava føroyingar tað gott, men tað eru ávísir samfelagsbólkar, ið detta niður ímillum og hava álvarsamar trupulleikar at dragast við. Tað vísir nýggj kanning hjá Fólkaheilsuráðnum, sum verður gjørd í stórum parti av heiminum og viðger atferð, trivnað og meiningar hjá borgarunum. Kom við á ferð í føroysku fjøllunum og náttúruni saman við Jens Jákupi Hansen, fotografi í Kringvarpinum. Teir ymisku túrarnir eru tiknir upp 1 1. Tað vil siga, at túrurin tekur ta tíðina, tú sært í upptøkunum. Marnar Fríðheim Kristiansen er ein av stigtakarunum, og hann sigur, at tey við hesum vilja hjálpa fólki við at tulka reglur og svara ivamálum. Fótbóltssamband Føroya hevur gjørt av fyribils gevast við øllum kappingum, uttan Betri deildini hjá monnum. Hetta er galdandi frá í dag, til mánadagin 28. september. Fótbóltssambandið sigur, at virksemið í samfelagnum er nógv ávirkað av koronasmittuni í løtuni, og tí hava tey tikið avgjørt at útseta flestu dystir í landskappinguni, sum skuldu verðið spældir hesa vikuna. Klokkan 16.30 spæla TB og NSÍ Við Stórá, klokkan 19 spæla EB Streymur HB við Margáir, og klokkan 19 spæla Skála og ÍF undir Skarðshjalla á Skála. Ein dystur skuldi eftir ætlan vera aftrat í dag, tað var dysturin millum Víking og AB, men hann er fyribils útsettur, tí seks leikarar hjá AB eru í sóttarhaldi. Tað var ikki alment boðað frá, at hátíðarhaldið skuldi verða í dag, og AFP tíðindastovan skrivar, at hátíðarhaldið var hildið loyniligt. Lukasjenko heldur fram í forsetasessinum, hóast skuldsetingar hava verið um valsvik á forsetavalinum í august, har Lukasjenko tilnevndi seg sjálvan sum sigursharra við meira enn 80 prosentum av atkvøðunum. Maðurin, sum eitt nevningating í Føroya rætti í summar dømdi í anbringelse uttan tíðaravmarking, skal í Hægstarætt í Keypmannahavn 2.desember. Maðurin, sum er sjúklingur á Psykiatrisku deild í Havn, var ákærdur fyri 22.juni í fjør at hava lagt á eitt starvsfólk á deildini, meðan tey gingu á gøtuni vestan fyri Sandá, sum er áin millum Havnina og Argir. Hann varð tó dømdur fyri grovan harðskap í tveimum førum og vanligan harðskap í trimum førum. Hetta er endaligt, og kann ikki roynast í hægri rætti. Og maðurin og verji hansara, Petur Even Djurhuus, halda, at tað er ov hørð revsing at verða dømdur at vera á psykiatriskari deild í óavmarkaða tíð. Tað kann ikki vera rætt, at persónar við skjóttgangadi bátum oyða fuglastovnarnar, sum onnur royna at bjarga. Tað sigur Óla Jákup úr Dímun, formaður í Útoyggjafelagnum, nú tað 1. oktober aftur verður loyvt at skjóta lomviga, lunda, álku og skarv. Formaðurin í Útoyggjafelagnum metir, at ein friðing av stovnunum er einasta loysnin. Tað einasta vit kunnu gera fyri at bjarga tí síðsta fuglinum, tað er at lata hann fáa frið. Og tað haldi eg, at vit sum mentafólk eiga at gera, sigur Óla Jákup úr Dímun. Útlendskur stovnur Sjúrður Hammer, fuglafrøðingur, skilur væl hugsanina hjá formanninum í Útoyggjafelagnum, og vísir á, at hetta er ein væl kendur trupulleiki ymsastaðni kring landið. Hann vísir kortini á, at trupulleikin ikki bara er føroyskur, tí nógvur útlendskur fuglur verður skotin um veturin. Eg haldi tað er týdningarmikið, at vit koma burtur frá hesum rættiliga snævurskygda veiðimannamentalitetinum, at av tí, at tað kanska er útlendskur fuglur, so skulu vit bara veiða so nógv sum møguligt, sigur Sjúrður Hammer. Tí eftirlýsir hann eina norðurlendska fyrisiting av fuglastovnunum. Tað kann væl henda seg, at vit veiða ein part av einum bústovni hjá einum øðrum landi. Nakað sum eg haldi vit áttu at tikið í størri álvara, sigur hann. Hoyr samrøðuna, sum bleiv gjørd við Óla Jákup úr Dímun og Sjúrður Hammer í Stóra Dímun í dag. Úr eyga til varandi aling er heitið á stórari bókaútgávu, sum lýsir Fiskaaling í 50 ár. Høvundurin Helgi Jacobsen, stjórin í P F Fiskaaling Jóhanna Lava Køtlum og ein av undangongumonnunum Edmund Joensen vitja Nón. Hvussu hava ung í Føroyum tað Hvussu síggja framtíðarútlitini hjá ungum í Føroyum út Hvat gera vit í dag, og hvat kunnu vit gera fyri at økja um trivnaðin og menningina Vit tosa við Petur Mittún, aðalskrivara í Ítróttarsambandi Føroya. Børn, har foreldrini eru samkynd, hava ikki somu rættindi sum onnur børn. Á Breddanum í dag lýsa vit, hvønn mun lóggáva og sosialar skipanir gera á børnum, sum hava eina mammu og ein pápa og á børnum, har bæði foreldrini eru av sama kyni. Eisini kjakast fýra løgtingsfólk um evnið, ið knappliga gjørdist sera aktuelt, tá hjúnini Annika S. Vang og Karin Jacobsen Vang søgdu sína søgu um lítla sonin og barn nummar tvey, sum er áveg. Luttakarar Monika Rasmussen, fakligur stjóri á Familjufyrisitingini Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi Christian Andreasen, tingmaður fyri Fólkaflokkin Ingilín Strøm, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin Steffan Klein Poulsen, tingmaður fyri Miðflokkin. Eisini hoyra vit Anniku S. Vang greiða frá støðuni, ið hon og Karin Jacobsen Vang eru komnar í, nú teirra barn nummar tvey eru áveg. Um eina góða viku verður aftur loyvi at skjóta lomviga, lunda, álku og skarv. Tað ørkymlar fólk á útoyggj, sum í nógv ár hava roynt, og hava gjørt sítt til, at friða fuglin. Fyrr í dag vóru vit í Dímun saman við fuglafrøðingi og formanninum í Útoyggjafelagnum. Spurningurin um rættin til barsil, arv, navn og samveru við hjúnaðarskilnaða er enn einaferð komin á breddan. Í lógini um barsil stendir at Hjá samkyndum fær annað foreldrið allar vikurnar í sín part, og hitt fær einki. Hetta er tí, at í barsilshøpi verða samkynd mett sum einsamøll við barninum. Hjá tveimum kvinnum er eingin pápi. Hjá tveimum monnum er eingin mamma . Men tað er ikki bara lógin um barsil, sum ger mun á børnum, sum er fødd inn í hjúnarband alt eftir um tað eru maður og kona ella tvey av sama kyni. Tað sama er galdandi tá tað kemur til onnur familjurættarlig viðurskifti Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir hevur málsøkið og hon sigur í svari uppá fyrispurning frá Bjarna Kárason Petersen, at hon ætlar ikki at gera nakrar broytingar, sum ikki standa í samgonguskjalinum. Hon vísir samstundis á, at tað stendir í samgonguskjalinum at samgongan skal tryggja at eitt barn hevur eina mammu og ein pápa og at broytingar í lógini tí ikki er í tráð við tað. Bjørt Samuelsen, tingkvinnu fyri Tjóðveldi Christian Andreasen, tingmann fyri Fólkaflokkin Ingilín Strøm, tingkvinnu fyri Javnaðarflokkin Steffan Klein Poulsen, tingmann fyri Miðflokkin Øll starvsfólk og næmingar á Glasi vórðu kannað fyri koronu sunnudagin og mánadagin, og higartil hevur landslæknin staðfest tveir tilburðir av koronu á Glasi. Hetta metir landslæknin greitt benda á, at smittan hevur ikki breitt seg nógv á Glasi, og Glasir er tískil ikki smittukelda til hinar tilburðirnar, sum eru staðfestir í samfelagnum seinastu dagarnar. Landslæknin hevur mælt Glasi til, at hann fær úrslitini av teimum kanningunum, áðrenn endalig støða verður tikin til, um hini á Glasi skulu kannast eina ferð aftrat. Tá landslæknin hevur mett um kanningarúrslitið, verður støða tikin til um hini skulu kannast ella ikki, boðar leiðslan á Glasi frá. Sambært uppskotinum skulu flutningsfyritøkur ella umboð teirra krevja gjaldið inn, og tey fáa eisini heimild at krevja ómaksgjald afturfyri. Tingið skal eisini viðgera uppskotið um ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð til fólk millum 15 og 35 ár, sum hava angist ella lætt til moderat tunglyndi Ein tøknilig framskriving í juni segði, at avlopið hjá Tórshavnar kommunu næsta ár verður 133 milliónir krónur Tá er Tórshavnar havn ikki tald við. Tórshavnar havn fekk átta tilboð frá trimum veitarum. Niðurstøðan hjá umsitingini er, at tilboðið frá einum samtaki millum Steingrund Akustik og ETV, sum er El talvuvirkið í Gøtu, er tað besta. Tróndur Sigurðsson og Heðin Mortensen, minnilutin í fíggjarnevndini, mælir til at finna aðra hóskandi staðseting enn Stórutjørn, staðseting, sum er nærri miðøkinum. Tann 1.september í ár høvdu 30 læknar tikið serlæknaútbúgving í almennum medisini, síðani útbúgvingin á Landssjúkrahúsinum byrjaði í 2002. 21 teirra arbeiða í løtuni í Føroyum. Brúk verður fyri 11 serlæknum afturat í almennum medisini í 2026. Í løtuni eru 11 høvuðsútbúgvingarstørv í almennum medisini í gongd. Í brævinum til Fíggjarnevndina verður mælt til, at játtanin til útbúgving hækkar næstu árini fyri at kunna nøkta tørvin á útbúgvingarstørvum og byrgja upp fyri enn størri serlæknatroti. Ein fyritøka aftrat sigur seg nú verða komna so mikið langt at menna koppingarevni fyri koronu, at seinastu royndirnar verða gjørdar nú, og fyri árslok verður koppingarevnið klárt. Fyritøkan brúkar helvtina fleiri fólk til endaligu kanningini, enn onnur amerikansk feløg gera, tí ætlanin er at fáa koppingarevnið góðkent sum skjótast. Koppingarevnið hjá Johnson og Johnson er fjórði amerikanski helivágurin, sum er komin á triðja og avgerandi stig, í royndini at menna heilivág ímóti korona. Seinastu fýra árini er raksturin hjá Klaksvíkar kommunu vorðin 5,3 prosent dýrari. Eldraøkið eigur ein stóran part av hesum vøkstri. Eg eri ikki sørt errin, tí Fiskaaling gjørdist ein sólskinssøga, sigur Edmund Joensen. Hann var við frá fyrsta degi, greiðir frá hvussu alt byrjaði og lýsir serliga slóðaran og undangongumannin Júst í Túni. Úr eyga til varandi aling er heiti á nýggjari bók, sum Helgi Jacobsen hevur skrivað, nú P F Fiskaaling hevur 50 ár á baki. Heitið lýsir søguna hjá Fiskaaling, sum er farið frá at framleiða fisk til at framleiða vitan. Andrias Reinert var tann stillføri vísindamaðurin, og Júst í Túni var tann andbráði slóðarin og íverksetarin. Saman høvdu teir okkurt serligt. Rithøvundurin Helgi Jacobsen greiðir frá nýggju bókini, og lýsir hvussu Andrias Reinert og Júst í Túni løgdu frá landi og løgdu lunnar undir alivinnuna, sum í dag stendur fyri helvtini av føroyska útflutninginum. Jóhanna Lava Køtlum er í dag stjóri á Fiskaaling. Hon er eisini abbadóttir Júst í Túni. Hon greiðir frá, hvussu Fiskaaling í dag er vorðin ein ógvuliga framkomin fyritøka, sum er farin frá at klekja rogn til at klekja gransking. Hoyr tey trý Helga Jacobsen, Edmund Joensen og Jóhonnu Lava Køtlum greiða frá lutum í søguni um Fiskaaling, sum byrjaði alla alivinnuna í Føroyum. Tað ger Bill Justinussen í Miðflokkinum greitt, eftir at Johan Dahl í Sambandsflokkinum hevur sagt, at hann er til reiðar at atkvøða saman við andstøðuni, um samgongan ikki kemur ásamt um at loysa spurningin. Eitt orð, sum skurrar í mínum oyrum, og sum javnan verður brúkt í Kringvarpinum, er orðið persónur. Hvat bagir tí snøgga orðinum fólk, spyr lurtari. Eitt orð, sum er vorðið sera vanligt seinastu árini, er slakt . At slakta, fara undir slaktið, taka slaktið upp, hvussu gongst við slaktinum. Hetta er ikki skeivt, men vit hava fleiri aðrar orðingar, sum eru um at hvørva. Vit fara at fletta, ella vit fara undir flettingina vit taka upp, hvussu skarst, sigur Elin Henriksen, málkøn barnaútvarpinum hesa ferð eru vit í Klaksvík. Vit fara at vitja Steintór Rasmussen. Hann hevur gjørt fleiri vælkendar sangir og hevur givið fleiri bøkur út. Tvær bøkur eru fyri kotrum komnar út og tað eru bøkurnar Tvøri og Tvassa og Mín Gløggi vinur. Eydna J Steinberg, hevur teknað sera flottu myndirnar. Í sendingini hesa ferð fara vit at hoyra um bókina Mín Gløggi vinur. Hetta eru søgur og krimigátur, har øll familjan sleppur at royna seg. Ein hugfangandi og lærurík bók hjá føroyskum børnum, sum ikki vilja lata seg lumpa ella lokka. Tær 77 krimisøgurnar fylgja álmanakkanum og eru ein livandi lýsing av tí nógva og spennandi, sum hendir her í Føroyum. Eydna J. Steinberg hevur teknað eina sera gátufulla barnaverð. Og bókin er hugtakandi uppsett við fjølbroyttum søgum og gátum og svari aftast í bókini. Steintór Ramsussen greiðir frá, tí hann hevur skrivað og funnið uppá Tað var evnið, sum Petur Mittún, aðalskrivari í Ítróttarsambandi Føroya, umrøddi í framløgu síni, tá útnorðurdagur varð hátíðarhildin í Norðurlandahúsinum mikudagin. Eftir framløguna vitjaði Petur í Nón. Hoyrið samrøðuna her Sjúkrahúsverkið samstarvar við fleiri sjúkrahús uttanlands um viðgerðir, sum vit ikki kunnu bjóða í Føroyum. Region Hovedstaden er nógv størsti samstarvsfelagi hjá Sjúkrahúsverkinum, og sjúkrahúsini hava drúgvar royndir við at samstarva við regiónina. Arbeitt hevur verið eina tíð at fáa eina nýggja avtalu um samstarv millum partarnar, og herfyri vóru partar av leiðsluni í Sjúkrahúsverkinum í Danmark og skrivaðu undir avtaluna. Hóast avtalan í stóran mun heldur fram við smærri tillagingum, so eru eisini nøkur nýbrot. Avtalan hevur við sær, at føroyskir sjúklingar, sum fáa viðgerð í Region Hovedstaden, eru fevndir av donsku skipanini um viðgerðartrygd. Hetta hevur ikki verið partur av avtalu fyrr, thóast tað hevur verið gjørt. Somuleiðis eru partarnir samdir um at gera meira fyri, at sjúklingagongdin verður so samanhangandi og smidlig sum gjørligt. Fyri at røkka hesum verður størri dentur lagdur á at brúka telemedisin og aðra teletøkni í viðgerðini. Síðani 2019 hevur føroyska sjúkrahúsverkið samstarvað við sjúkrahúsið í Aalborg um sjúklingar við bróstkrabba. Samstarvið hevur javnan verið eftirmett, og neyðugar tillagingar eru gjørdar, eitt nú er tilboðið um rekonstruktión komið í fasta legu. Uppskotið um, at ferðafólk sjálv skulu gjalda fyri at verða kannað fyri koronu, tá tey koma til Føroya, fekk góða undirtøku, tá tað var til viðgerðar í tinginum fyrrapartin. Hann segði, at ferðavinnan hevur havt sera stóran týdning fyri Føroyar, og er vorðið eitt bein aftrat fíggjarliga at standa. Tí kann gjaldið tykjast eitt sindur smáligt, segði Bill Justinussen. Øll fýra fólkini eru smittað í Føroyum, og eru partur av somu smittuketu. Tey smittaðu eru avbyrgd, og Landslæknin er farin undir smittusporingina. Sangirnir eru bæði nýggir, gamlir og ymskir í genre. Felags fyri teir er tó, at teir allir hava eitt lítið darr av summar yvir sær. Niels Mortensen, nevndarformaður í Atlantsflog, váttar fyri Kringvarpinum, at nevndin arbeiðir við eini loysn at leggja fyri eigaran, sum er landsstýrið. Niels Mortensen upplýsir, at uppskot til loysn verður lagt fyri landsstýrið um eina til tvær vikur. Hann hevur ikki fleiri viðmerkingar. Ein greining, sum ráðgevarafyritøkan Rajani Rasmussen gjørdi fyri Kringvarpið í mai mánaði, segði, at Atlantsflog í ringasta føri kann hava 179 milliónir krónur í undirskoti í ár. TB NSÍ, 0 1 0 1 Jann Julin Benjaminsen, 50 minuttir EB Streymur HB, 1 5 0 1 Hilmar Leon Jakobsen, 20 minuttir 1 1 Andras Olsen. 25 minuttir 1 2 Daniel Johansen, 26 minuttir 1 3 Adrian Justinussen, 48 minuttir 1 4 Hilmar Leon Jakobsen, 78 minuttir 1 5 Øssur Dalbúð, 82 minuttir Skála ÍF, 4 4 0 1 Filip Djordjevic, 20 minuttir 0 2 Fiip Djordjevic 23 minuttir 1 2 Kristian Martin Jakobsen 36 minuttir 2 2 Andreas Jacobsen, 38 minuttir 3 2 Ronni Møller Iversen, 58 minuttir 3 3 Filip Djordjevic, 66 minuttir 3 4 Uros Stojanov, 67 minuttir 4 4 Jóhan Bergsson Johansen, 90 5 min. Millum vinir eftir Amos Oz, sum vit síggja á myndini, eru átta søgur, sum tilsamans er ein skaldsøga úr einari kibbuts í Ísrael. Søgurnar flætta seg inn í hvørja aðra og snúgva seg um lívið í kibbutsini. Hann sigur, at Lukasjenko hevur ikki demokratiska heimild, sum hann tekur til, at verða sitandi sum forseti, og tí viðurkennir ES ikki Lukasjenko sum forseta. Lukansjenko fór í gjár undir sítt sætta skeið sum forseti í Hvítarusslandi, men tað varð gjørt uttan almenna fráboðan, og fleiri miðlar søgdu, at hetta varð gjørt fyri at sleppa undan mótmælisgongum. Men eftir at tíðindini gjørdist almenn í gjár, fóru fólk aftur í hópatali út á gøturnar í Hvítarusslandi at mótmæla, og tað elvdi til nógvar fráboðanir um harðskap millum trygdardeildir og mótmælisfólk. Orsøkin er økta smittutrýtsið í hesum londunum, og tí hevur uttanríkisráðið sett hesi londini á appilsingula listan, sum mælir frá allari óneyðugari ferðing. Donsku myndugleikarnir mæla frá óneyðugum ferðum, um fleiri enn 30 smittutilburðir fyri hvørji 100.000 fólk verða skrásettir aftrat seinastu vikuna. Stongum og Guttesen er heiti á nýggju fløguni, sum vinmennirnir og systkinabørnini úr Sørvági, Jóan Jakku Guttesen og Magnus á Stongum hava latið úr hondum. Upptøkurnar vórðu gjørdar í Tanggaard studio hjá Terja Rasmussen í Nólsoy og í Bloch studio í Havn. Óli Poulsen hevur ljóðblandað og mastera fløguna í Keypmannahavn. Manningin hjá Stongum og Guttesen er Magnus á Stongum, sang Jóan Jakku Guttesen, sang og bass Kim Hansen, tangentar og kór Hjalti Joensen, elektriskan og akkustiskan guitar Brandur Jacobsen, trummir og Kaj Johannesen spælir slagverk Gestatónleikarar eru Ólavur Olsen, trompet Hans Petur í Brekkunum, altsaxofon Angelika Hansen, violin og bratch Ívar Bærentsen, mandolin Ólavur Øster, elguitar Stanley Samuelsen, akkustiskan guitar Terji Rasmussen, slagverk og Hani Malunar, gól Rætturin hjá børnum við samkyndum foreldrum hevur sett eld í politiska landslagið. Stór ósemja tykist vera um málið, inni í samgonguni. Samstundis vísir nýggj veljarakanning, at samgongan so dyggiliga missir meirilutan og bara hevði fingið 14 tinglimir, um løgtingsval var ídag. Vit greina politisku støðuna saman við fyrrverandi politikarunum Jóannes Eidesgaard og Bjarna Djurholm. Alt bendir á at Atlantsflog skal hava nýggjan kapital. Bæði landsstýrismaðurin í fíggjarmálum og nevndarformaðurin í Atlantsflog vátta, at arbeitt verður við eini loysn, ið skal tryggja fíggjarliga grundvøllin undir tjóðarflogfelagnum. Ein greining, sum ráðgevarafyritøkan Rajani Rasmussen gjørdi fyri Kringvarpið í mai mánað, segði at Atlantsflog í ringasta føri kann hava 179 milliónir krónur í undirskoti í ár. Sambært somu greining verður úrslitið fyri 2020 í besta føri 71 milliónir krónur í undirskoti. John Rajani, fíggjarserfrøðingur, sum gjørdi greiningina, vitjar á Breddanum at meta um støðuna hjá Atlantsflog ídag. Stjórin á Landssjúkrahúsinum hevur gjørt eina avtalu við privatu flutningsfyritøkuna Smyril Line um at taka sær av at kanna føroyingar fyri korona. Kanningarnar skulu gerast á einum av ferðsluríkastu økjunum í Føroyum, sambært Strandferðsluni, sum tí er harðliga ímóti ætlanini. Stjórin á Landssjúkrahúsinum hevur biðið Dátueftirlitið um at góðkenna eina avtalu millum Landssjúkrahúsið og Smyril Line, sum í stuttum merkir, at privata flutningsfelagið kemur at skipa fyri korona kanningunum í framtíðini. Sambært avtaluni verður Smyril Line dátuviðgeri , meðan Landssjúkrahúsið framvegis verður dátuábyrgdari . Sambært avtaluni, sum Kringvarpið hevur fingið innlit í, skal Smyril Line gera kanningarnar fyri Landssjúkrahúsið. Smyril Line skal seta potistøðir upp, seta fólk at gera potingarnar og annars pota fólk. Dátueftirlitið upplýsir fyri Kringvarpinum, at tey í løtuni viðgera umsóknina frá Landssjúkrahúsinum. Í dag dagin eftir at landssjúkrahúsið sendi Dátueftirlitinum avtaluna við Smyril Line til góðkenningar upplýsir Landssjúkrahúsið fyri Kringvarpinum, at tey hava gjørt eina munnliga avtalu við privatu fyritøkuna Thetis um at fyritøkan kann gera potingarnar. Og so er tað fíggjarligi parturin. Kringvarpið hevur spurt Landssjúkrahúsið, hvussu roknistykkið í avtaluni við Smyril Line er sett saman. Men Landssjúkrahúsið hevur ikki svarað tí spurninginum. Totalur ruðuleiki Eftir ætlan skal Smyril Line brúka part av Farstøðini á Eystaru Bryggju í Havn til at kanna fólk fyri korona. Talan er um tann partin, har tolleftirlitið heldur til. Eisini ætlar Smyril Line at brúka fimm bilrøðir, ið vanliga verða brúktar til Smyril og Norrønu, til endamálið. Men henda ætlan loypir øði í Strandferðsluna. Strandferðslan vísir á eina røð av viðurskiftum, sum tala beinleiðis ímóti at brúka økið við Farstøðina í Havn til koronakanningar. Har er alt ov nógv ferðsla frammanundan, sigur Strandferðsan og vísir á, at Strandferðslan einsamøll hevur meira enn 400.000 ferðandi á økinum um árið. Harumframt koma tey 40.000 ferðandi við Norrønu um árið. Eisini er Strandferðslan sera trýst av seinkingum, ið millum annað standast av nógvari frakt á økinum. Og so er heldur ikki tikið hædd fyri avbjóðingunum, sum korona hevur givið Strandferðsluni fyri at verja manningar, starvsfólk annars, ferðandi og onnur. Niðurstøðan í innanhýsis eftirmetingini hjá Strandferðsluni fyrr í dag er, at hetta er ein uppgáva, sum Strandferðslan metir kann skapa ein totalan ruðuleika við trygdini í lágari raðfesting. Tí metir Strandferðslan, at tað ikki er skilagott at arbeiða víðari við ætlanini. Strandferðslan spyr eisini, um løgreglan er tikin við uppá ráð. Og til seinast spyr Strandferðslan, hvussu Landssjúkrahúsið og Smyril Line ætla at halda almennu tilmæluni um at halda frástøðu og ikki savnast í stórum tali samstundis sum testøkið verður gjørt á einum av ferðsluríkastu økjunum í Føroyum. Hava fingið loyvi Tað er Tórshavnar havn, sum eigur økið, sum Strandferðslan og Smyril Line virka á. Jónsvein Lamhauge, havnameistari í Tórshavnar havn, sigur við Kringvarpið, at Tórshavnar havn hevur givið Smyril Line loyvi at brúka økið, tá Norrøna og Smyril ikki liggja við havn. Sostatt er tað avmarkað hvussu nógv koronakanningarnar fara at órógva tað virksemið, sum frammanundan er á økinum. Harumframt hevur Tórshavnar havn fingið at vita, at talan verður um eina nýggja skipan, ið skal tryggja, at bilrøðirnar ikki vera líka langar sum higartil. Men avgerðin verður endurskoðað, um bilrøðirnar byrja at órógva restina av virkseminum á havnarlagnum, sigur Jónsvein Lamhauge. Kringvarpið hevur í allan dag roynt at fáa eina samrøðu við Steinar Eirikstoft, forstjóra í Sjúkrahúsverki Føroya, sum hevur skrivað undir avtaluna við Smyril Line. Steinar Eirikstoft vil ikki gera samrøðu við Kringvarpið í dag. Eg rokni við, at nevndin í Atlantsflog fer at biðja um nýggjan kapital. Og tað verður í hundrað millióna klassnum, sigur John Rajani. Fyrr í dag gjørdist greitt, at almenna tjóðarflogfelagið skal hava nýggjan kapital. Tað váttaði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, í løgtinginum, og tað váttar Niels Mortensen, nevndarformaður í Atlantsflog, fyri Kringvarpinum. Niels Mortensen sigur, at nevndin arbeiðir við eini loysn at leggja fyri eigaran, sum er landsstýrið. Arbeiðið skuldi verið gjørt fyrr í ár, men støðan við korona broytist alla tíðina, og tí verður arbeiðið ikki gjørt fyrr enn nú. Uppskot til loysn verður lagt fyri landsstýrið um eina til tvær vikur. Ein greining, sum ráðgevarafyritøkan Rajani Rasmussen gjørdi fyri Kringvarpið í mai mánað, segði at Atlantsflog í ringasta føri kann hava 179 milliónir krónur í undirskoti í ár. Sambært somu greining verður úrslitið fyri 2020 í besta føri 71 milliónir krónur í undirskoti. Sum gongdin hevur verið síðstu mánaðirnar kann roknast við, at undirskotið hjá Atlantsflog verður onkunstaðni millum 120 og 180 milliónir krónur, metir John Rajani. Trupulleikin liggur í gjaldførinum. Við ársbyrjan hevði Atlantsflog umleið 150 milliónir krónur í tøkum peningi. Men nú er kassin um at vera tómur. Og tí er neyðugt við nýggjum kapitali, sigur John Rajani. Ein slík umbøn til eigaran skal ikki koma ov ofta, og tí hugsar nevndin eisini um, hvussu felagið skal fóta sær aftur í tíðini eftir korona, sigur John Rajani. Skal lógin broytast, so øll vera javnstillað Ella skal lógin vera sum hon er nú, har børn fødd í samkyndum hjúnarbandi ikki hava somu rættindi sum børn fødd í hjúnarbandi við mammu og pápa. Samstundis vísir ein spildurnýggj veljarakanning at samgongan missir meirilutan serliga Fólkaflokkurin hevur stóra afturgongd Javnaðarflokkurin hevur stóra framgongd. Í útvarpsstovuni Bjarni Djurholm fyrrverandi tingmaður og landsstýrismaður fyri Fólkaflokkin og Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi tingmaður, landsstýrismaður og løgmaður fyri Javnaðarflokkin. Í Danmark er ein skipan við sammóðurskapi. Tað merkir, at makin hjá biologisku mammuni fær somu rættarstøðu sum foreldur at barninum, tá barnið verður føtt. Í Føroyum eitur einki sammóðir. Í Føroyum ber altso einans til at fáa somu rættarstøðu sum við sammóðirskapi, um viðkomandi ættleiðir barnið. Meðan sammóðurskapurin veður skrásettur við føðing, so er ættleiðingarprosessin munandi longri Millum annað skal mamman skal hava búð saman við barninum í hálvt triðja ár, áðrenn ættleiðingin kann fara fram. Fara samkyndu foreldrini hvør til sítt, áðrenn barnið er ættleitt, hevur annar parturin ikki uppihaldskyldu yvirfyri barninum. Ein sammóðir, sum býr í Danmark, kann ikki krevja, at føroyskir myndugleikar skulu viðurkenna hana sum foreldur, flytur hon til Føroya. Tí skal hon í tílíkari støðu ættleiða barnið. Í samgonguni er ósemja um at broyta barsilslóggávuna. Miðflokkurin fer undir ongum umstøðum at taka undir við at betra rættindini hjá samkyndum. Í Sambandsflokkinum eru tingfólk, sum hinvegin siga seg vera sinnað at gera broytingar. Tað hendir samstundis sum andstøðan arbeiðir við einum uppskoti um at broyta barsilslógina. Sigurin var ein staðfesting av, hvussu langt føroyskur fótbóltur og KÍ hevur flutt seg síðstu árini. Ellivu spælarar, sum allir sum ein høvdu málið fyri eyga, og kendu og gjørdu tað, sum kravdist fyri at røkka tí. Ein venjari, sum hevði lagt eina neyva ætlan, sum riggaði til fulnar. KÍ vann 6 1 eitt úrslit, sum tú hevur ilt við at trúgva og er eitt fet frá lovaða landinum. Bólkaspælinum í Evropa League. Allir sum ein Frá byrjan sóu KÍ viðhaldsfólkini, sum tíverri ikki vóru á Tórsvølli, men heima í stovum ella úti á vertshúsum, eitt lið, sum gjørdi alt rætt. KÍ var væl skipað, spælararnir gjørdu eingi mistøk og bíðaðu tolnir eftir møguleikum at fara í álop. Frammi í álopinum stríddust Páll Klettskarð og Ole Erik Midtskogen fyri hvønn bólt, og fingu ein deyðbólt fyri og annan eftir. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki gav hetta úrslit. Jóannes Bjartalíð skeyt horna, og Deni Pavlovic skallaði klaksvíkingar framum. Seinni hálvleikur í dreymalandi Dinamo Tblisi legði trýst á heimaliðið løtuna fyri og eftir steðgin, men teir bláu stóðu ímóti, og so kom løtan. Løtan, sum sendi allar klaksvíkingar í dreymaland. Fyrst Patrik Johannesen, og Páll Klettskarð ferðir trý. Maðurin, sum stundum hevur verið fyri atfinningum, tí hann misnýtir ov nógvar kjansir her tók hann av hvørjaferð, og mann hann ikki sova við dystarbóltinum undir høvdinum í nátt Jonn Johannesen kom inn, sá bóltin og setti fótin á hann. 6 1 segði máltalvan, og tað var fult uppiborið. Teir í bláu gingu á vatninum, teir hvítu hvurvu undir vatnskorpuna, og so varð søguliga úrslitið veruleiki. Evropeiska ævintýrið hjá KÍ heldur fram, og hvør torir at vedda ímóti teimum í play off umfarinum, tá Dundalk tekur ímóti um eina viku KÍ Dinamo Tblisi, 6 1 Tórsvøllur 1 0 Deni Pavlovic, 22 minuttir 2 0 Patrik Johannesen, 58 minuttir 3 0 Páll Klettskarð, 60 minuttir 4 0 Páll Klettskarð, 69 minuttir 4 1 Jose Vitor Rodrigues Da Silva Dos Santos, 71 minuttir 5 1 Páll Klettskarð, 73 minuttir 6 1 Jonn Johannesen, 85 min. Tríggjar ferðir spældu teir seg víðari, men í kvøld gekk ikki longur hjá B36, sum mátti lúta fyri CSKA Sofia í Bulgaria. Bulgarska liðið skeyt seg framum miðskeiðis í fyrra hálvleiki við málið frá Ali Sowe. 10 minuttir seinni økti Georgi Yomov, og so sá uppgávan torfør út. Góvu ikki upp Er tað nakað, sum hevur eyðkent B36 í Evropa í ár, so er tað, at teir ikki geva upp. Tað høvdu menninir hjá Jákupi á Borg heldur ongan hug til í kvøld. Tá eitt gott korter var spælt í seinna hálvleiki minkaði B36 um munin. Sebastian Pingel, sum helst spælir sítt besta kappingarár, síðan hann kom til Føroyar, skoraði. og so var spenningur aftur í dystinum. Men so rakk tað ikki longur. Tá sjey minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini, avgjørdi Abdoulaye Jules Keita fyri heimaliðið. CSKA Sofia B36, 3 1 1 0 Ali Sowe, 27 minuttir 2 0 Georgi Yomov, 38 minuttir 2 1 Sebastian Pingel, 61 minuttir 3 1 Abdoulaye Jules Keita 83 min. KÍ Dinamo Tblisi, 6 1 Tórsvøllur 1 0 Deni Pavlovic, 22 minuttir 2 0 Patrik Johannesen, 58 minuttir 3 0 Páll Klettskarð, 60 minuttir 4 0 Páll Klettskarð, 69 minuttir 4 1 Jose Vitor Rodrigues Da Silva Dos Santos, 71 minuttir 5 1 Páll Klettskarð, 73 minuttir 6 1 Jonn Johannesen, 85 min. Sjóvinnustýrið hevur síðani á sumri 2016 húsast í fyribilshølum í Havn, eftir at stovnurin noyddist at flyta úr leigaðum hølum í Miðvági, sum ikki vóru mett at vera egnað. Í uppskotinum um fíggjarætlan fyri 2021, sum varð lagt fram á býráðsfundinum í gjárkvøldið, er inntøkan mett at verða ein milliard og 88 milliónir krónur, 24 milliónir, 2,2 prosent, meira enn í ár. Tað fer at kosta 876 milliónir krónur at reka Tórshavnar kommunu næsta ár. Og 156 milliónir eru settar av til íløgur. Tá er Tórshavnar havn ikki við. Semingsstovnurin varð boðsendur fyri einari viku síðani, tí Fíggjarmálaráðið og felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum kundu ikki finna semju um nýggjan sáttmála. Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at tað er trongligt á havnarlagnum frammanundan, tí farmaflutningurin er so nógv vaksin seinastu árini. Bilasølurnar eru ójavnar á máli, um tað fer at ávirka søluna av el bilum, at tað verður so dýrt at løða sær el bilin, sum SEV hevur boðað frá. Trúgv er sannføring um teir lutir, sum ikki eru at síggja, meðan vísind er at finna skil á teimum lutum, sum eru at síggja. Hann sigur frá Darwin og menningarlæruni. Síðani korona rakti Føroyar í vár, hava tey á barnadeildini á Landssjúkrahúsinum dømi um, at summi foreldur eru so stúrin fyri kornu, at tey eru hava tikið heilivág frá børnum, sum minkar immunverjuna. Stroyming er vegurin inn til ljóð og myndir. Tey gomlu tíma enn at hyggja eftir tí, sum sjónvarpsrásir senda út í stovuna til ávísan klokkutíma, men alt fleiri vilja hava valfrælsið at velja nær og hvar ljóð og myndir skulu koma. Avbjóðingin er stór, tí stroymingstænasturnar vera alsamt grammari fáa okkum at brúka tíð hjá teimum. Ein lítil sjónvarpsstøð sum Kringvarpið skal so royna at troka seg inn í hesa umfatandi útlendsku miðlamyndina. Jens av Rana, landsstýrismaður, helt at svarið til útlendsku innrásina er at taka almennu pengarnar frá KvF, so allir miðlar eru javnstillaðir. Fyri minnu íbúðirnar verður bústaðarkostnaðurin 5.500 krónur fyri 80 fermetrar og tvey kømur, og kostnaðurin fyri størri íbúðirnar verður 6.200 krónur fyri 90 fermetrar og trý kømur. Á middegi hitti útvarpið formannin í KÍ, Tummas Lervig, og Páll Klettskarð, sum skeyt trý mál í dystinum móti Dynamo Tblisi úr Georgia, í einum kjallara í Haraldssundi, har flettingin er fyri. Eftirlønargjaldið úr Samhaldsfasta í 2021 hækkar 2,2 prosent, og verður 5.865 krónur um mánaðin. Gjaldið er í løtuni 5.740 krónur um mánaðin. Í 2019 vórðu útgoldnar 568 milliónir krónur í eftirlønum úr Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum, og útgjaldið til eftirløn í ár verður mett til umleið 590 milliónir krónur Sjúkrahúsverkið hevur ikki hugsað seg nóg væl um, tá tey ætla at brúka økið á eystaru bryggju til koronokanningar. Har er ov trongt sum er, og serliga mánadagar er økið fult av trailarum og bilum, sigur Heðin Joensen, stjóri í Bil, við Kringvarpið. Tað er burturvið at flyta meira virksemi oman á eystaru bryggju, sigur hann. Men tað er óheppið, um bilarnir ikki kunnu koma á støðina fyri ferðslu. Heðin Joensen heldur, at størsta avbjóðingin verður, tá allir bilarnir skulu koyra inn og út gjøgnum somu rundkoyring oman á kaiøkið. Bogi Nielsen, stjóri á Faroe Ship, sigur við Kringvarpið, at enn vita tey ikki, hvussu virksemi fer at síggja út á keiini, og tí er ilt at siga, hvørja ávirkan tað fær á dagliga arbeiðið hjá Faroe Ship. Hann steðfestir tó, at inn og útkoyringin oman á eystaru bryggju má ikki verða tarnað av bilrøðum og óskili, tí hesin parturin av bryggjuni er teirra livibreyð. Tað kann eisini ávirka trygdina á kaiøkinum, um ferðslan ikki er skipað, og tað kann hava eina neiliga ávirkan á arbeiðið hjá Faroe Ship. Alt ov fáir el bilar eru í Føroyum, og meira má gerast, so vit verða grønari, sigur Hervør Pálsdóttir, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi. Sambært hagtølum hjá Akstovuni eru skrásett tilsamans 39.844 akfør í Føroyum í løtuni. Av hesum eru 277 el akfør, ella 0,7 prosent. Hervør Pálsdóttir heldur, at el bilar eiga framvegis at sleppa undan meirvirðisgjaldi. Men vetnisbilar eiga ikki at fáa somu sersømdir, heldur hon. Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í umhvørvis og vinnumálum, sigur, at hann mælir eisini til, at mvg frítøkan av el bilum heldur fram, og at el bilar framvegis skulu sleppa undan vegskatti. Í minsta lagi tvey fólk vórðu álvarsliga særd, men tey eru ikki í lívsvanda. Bæði fólkini starvaðust í sama bygningi, sum satirublaðið, Charlie Hebdo, gjørdi fyri nøkrum árum síðani. Franskir myndugleikar siga, at annar persónurin varð tikin á Bastille torginum, umleið ein kilometur frá skrivstovubygninginum. Seinni varð ein persónur aftrat tikin nærindis gerningsstaðnum. Løgreglan hevur avbyrgt býarpartin, har atsóknin var, og fólk hava fingið boð um at halda seg innandura. Skúlar, vøggustovur, røktarheim og aðrir stovnar hava latið aftur fyribils. Tað varð gjørt í sambandi við rættarmálið móti 14 fólkum, sum eru ákærd fyri at hava havt samband við yvirgangsatsóknina at Charlie Hebdo og at einum jødiskum handli í París í 2015. Hann ger ikki nógv hóvasták burturúr sær, men tá tað snýr seg um tónleik, og serliga kórtónleik, er hann kanska tann, sum hevur verið virknast í landinum seinastu mongu árini. Vit vitja Kári Bæk, sum bleiv sjeyti herfyri. Eitt eyðkennislag skal hóska til innihaldið, fáa fólk at minnast og tola at vera spælt aftur og aftur. Vit tosa við Knút Háberg Eysturstein, tónleikafrøðing, um jinglur, nú sendingin hevur fingið nýtt eyðkennislag, sum Leivur Thomsen hevur gjørt. Tað er bíligari at hava elbil enn bensinbil, men tá skal tú ikki brúka almennu løðistøðirnar hjá SEV í dagtímunum eftir 5. oktober. Tí tá verður eingin munur á prísinum at koyra túsund kilometrar um mánaðin í einum elbili og einum bensinbili. Enn eru einans 270 elbilar í Føroyum, og ein orsøk kann vera, at óvissa er um prís og kostnað fyri innleggingar og løðistøð heima. Tað var eitt undur, at 26 fólk komu livandi frá flogvanlukkuni í Mykinesi tann 26. september í 1970. Í morgin eru 50 ár liðin, síðani rutuflogfarið úr Bergen til Føroya rendi á Knúk. Flogskiparin og sjey ferðafólk doyðu í vanlukkuni. Í Runavíkar Kommunu eru tey fleiri, ið stúra fyri vaksandi ferðsluni, nú tað skjótt um ársskiftið fer at bera til at koyra gjøgnum Eysturoyartunnilin. Tað eigur komandi býráð at gera nakað við, halda tey. Fólk fór av húsið í Klaksvík í gjárkvøldið, tá spælararnir hjá KÍ um ellivu tíðina í gjárkvøldið komu heim eftir søguliga sigurin ímóti Dinamo Tblisi. Áki Wang Poulsen er sølu og marknaðarleiðari hjá Magn. Hann greiðir frá, hvussu tað ber til, at bensinstøðirnar fóru at selja pylsur. Hann greiðir frá, at pylsur eru væl umtóktar, og fleiri enn 10.000 pylsur fara um diskin hvønn mánað á Magn sølustøðunum kring landið. Nýggja Hotel Hilton Garden Inn er um at verða klárt at lata upp fyri gestum. Fyri at verða vís í, hvat fólki dámar av mati, skipaði leiðslan á hotellinum seinasta hóskvøld fyri royndarsmakking í nýggju stásiligu hølunum. 23 tilvildarliga vald fólk vórðu boðin á matstovuna at royna matskránna við víni afturvið. Tey skuldu geva síni skoðsmál við at útfylla eitt spurnarskema, har man kundi geva 1 5 stjørnur. Martin Restorff er stjóri á hotellinum. Hann gleðir seg til at taka ímóti gestum. Hann dylir ikki fyri, at hann er vaksin upp á Hotel Hafnia, og at hann heilhjartaður fer at taka hendan andan við sær á nýggja hotellið. Nú, Martin er bróðursonur M.C. Restorff, varð hann spurdur, um kendi sangarin og sangskrivarin ikki man fara at undirhalda við klavertónum og sangi í matsvotuni. Hesum játtaði Martin og segði, at M.C. heilt víst fera at verða nógv at síggja á matstovuni á Hotel Hilton Garden Inn. M.C. Restorff var annars stjóri á gamla hotel Hafnia í eitt mannaminni. Martin dugir ikki at siga heilt neyvt, nær hotellið letur upp, men tað verður heilt skjótt. Jákup Sumberg er høvuðskokkur á matstovuni, og Rósa Maria Restorff stendur fyri víninum. Vikuskiftissendingin var við til royndarsmakkingina hóskvøldið. Hoyr reportasjuna. Sí eisini myndarøð niðanfyri. Rúna Ottosen eigur og rekur pylsuvognin Emilia Fast Food á keiini í Havn. Hon greiðir frá, hvussu ein vanligur arbeiðsdagur fer fram. Serliga eru búffar væl umtóktir. Hetta er tað, danir rópa bøfsandwich . Eisini verða fleiri vanligir hotdogs enn franskir seldir. Tað serføroyska er, at reyðkál er fast tilhoyr, bæði í hotdogginum og búffinum. Um danir koma at keypa frá mær, má eg líka spyrja teir áðrenn, um teir vilja hava reyðkál ímillum, sigur Rúna. Vikuskiftissendingin vitjaði pylsuvognin á keiini. Í dag eru 50 ár síðani ferðafólkaflogfarið hjá Icelandair á veg úr Bergen til Føroya datt niður í Mykinesi. Flogskiparin og sjey ferðafólk doyðu í vanlukkuni. Mánadagin klokkan tíggju byrjar semingsroyndin í sáttmálatrætuni millum Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum og felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingum. Semingsstovnurin varð boðsendur fyri góðari viku síðani, tí Fíggjarmálaráðið og felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum kundu ikki finna semju um nýggjan sáttmála. Síðstu dagarnar hevur Dávur Magnussen vunnið bæði FM í býarsúkkling og einkultstarti. Í dag er landavegarsúkklingin á skránni. í gjár var einkultstarturin súkklaður úr Hvalvík til Saksunar og aftur, og Dávur Magnussen var skjótasti súkklarin. Hann súkklaði teinin upp á 26 minuttir og 59 sekund. Helgi Winther Olsen kom á mál 51 sekund seinni, og Jákup Petur Eliassen fekk triðja plássið. Hósdagin var býarsúkkling í Velbastað, og hana vann Dávur Magnussen eisini frammanfyri Helga Winther Olsen. Í dag er landavegarsúkkling á skránni. Teinurin er úr Havn til Elduvíkar, har vent verður, og so niðan á Eiðisskarð, har málið er. Landslæknin hevur staðfest, at ein tilburður frá 21.september, sum var positivur, var ikki positvur kortini, so hann telur ikki við. Í sendingini spæla vit nakrar sangir og sangarar, ið herfyri vórðu heiðraðir við ACM virðislønum. Og so hoyra vit eisini Ray Charles syngja country. Mikudagin 23. september vóru níti ár síðan mæti, blindi R og B og soulsangarin varð borin í heim. Arktiska sendinevndin hjá fólkatinginum, sendinevndin í Norðurlandaráðnum, Uttanríkispolitiska nevndin, Grønlandsnevndin og Føroyanevndin hjá fólkatinginum hava boðað til fundin. Vanliga fellur dupult hjáljóð burtur framman fyri eitt triðja hjáljóð í hvørsfalsendingum. Men nú ber til at fáa sær faðirsnavn, har hjáljóðið ikki fellur burtur. Tað hevur Málráðið avgjørt. Tískil kann sonur ella dóttur ein mann, ið eitur Oddur ella Páll nú velja, um viðkomandi vil hava eftirnavnið Odson við einum d ella Oddson við tveimum d. Ella Pálsdóttir við einum l ella Pállsdóttir við tveimum l. Hans Esbern Heinesen er 76 ár, føddur, uppvaksin og búsitandi í Tjørnuvík. Hann er útlærdur húsasmiður, men virkar í dag mest sum ferðaleiðari og frásøgumaður. Umframt at velja fjølbroyttan tónleik, syngur Hans Esbern eisini sjálvur Kingo ørindi Skriv dig Jesus p mit hjerte og sangin Kvøða til móður , sum Sigurð Bærendsen hevur yrkt. Oyggjaleikirnir, sum skuldu vera á Guernsey summarið 2021, eru útsettir. Tað var niðurstøðan av aðalfundi í altjóða oyggjaleikanevndini nú seinnapartin. Á aðalfundinum bleiv kunngjørt, at Oyggjaleikirnir 2021, sum skuldu verða á Guernsey, verða útsettir. Á aðalfundinum bleiv áherðsla løgd á, at Oyggjaleikirnir verða útsettir, og harvið er ikki talan um eina avlýsing av Oyggjaleikunum á Guernsey. Avgerðin um at útseta Oyggjaleikirnar er tikin í samráð millum fyriskipararnar á Guernsey og Altjóða Oyggjaleikanevndina, og er grundað á Covid 19 støðuna. Fyrsti føroyingurin nakrantíð hevur í dag skorað í týsku Bundesliga kappingini í fótbólti. Tað var landsliðsleikarin, Jóan Símun Edmundsson, sum fáar minuttir eftir, at hann kom á vøllin skoraði fyri Arminia Bielefeld ímóti FC Køln. Amy Coney Barret var frammaundan favorittur til plássið. Hon verður triðja valevnið til Hægstarætt, sum ein republikanskur forseti hevur valt. Niel Gorsuch var valdur í 2017 og Brett Kavanaugh í 2018. Joe Biden, valevni til forsetavalið, hevur heitt á forsetan um at útseta valið av Hægstarættardómara til aftaná valið 5. november. Arktiska sendinevndin hjá fólkatinginum, sendinevndin í Norðurlandaráðnum, Uttanríkispolitiska nevndin, Grønlandsnevndin og Føroyanevndin hjá fólkatinginum hava boðað til fundin. Í gjár boðaði Málráðið frá, at fólk nú kunnu velja at hava dupult hjáljóð í faðirsnøvnum í eftirnøvnum. Vanliga fellur dupult hjáljóð burtur framman fyri eitt triðja hjáljóð í hvørsfalsendingum. Men nú ber til at fáa sær faðirsnavn, har hjáljóðið ikki fellur burtur. Tað hevur málráðið avgjørt. Tískil kann sonur ella dóttur ein mann, ið eitur Oddur ella Páll nú velja, um viðkomandi vil hava eftirnavnið Odson við einum D ella Oddson við tveimum D. Ella Pálsdóttir við einum L ella Pállsdóttir við TVEIMUM L. Vindmyllurnar skulu roynast í oktober og gerast partur av el framleiðsluni í november. Tá vindmyllurnar eru farnar at framleiða inn á el netið, er saman við vantorkuni, nóg mikið av grønari orku á el netinum í Suðuroynni til samlaðu nýtsluna í oynni. Kortini er neyðugt at hava el verkið í Vági á netinum, fyri at tryggja støðuga orkuframleiðslu. Tað er týska fyritøkan Enercon, ið hevur selt SEV myllurnar, og tað er sama fyritøka, ið hevur staðið fyri arbeiðinum at seta tær upp. Ímorgin klokkan 10 fer landsliðsvenjarin H kan Ericson at kunngera hópin til útsettu dystirnar móti Danmark, sum verður í Herning 7. oktober og dystirnar í Nations League ímóti Lettlandi og Andorra, sum vera 10. og 13. oktober. Samstundis fer Hegga Samuelsen at kunngera hópin hjá U21 landsliðnum til EM undankappingarnar móti Spania og Montenegro, sum vera 8. og 10. oktober. Framleiðslutøkningur var Bárður Michaelsen. Nummar Heiti 546 Sí, úr havi rísur nú morgunsól 200 Hin sterki Krist sleit deyðans bond 347 Fyri halgu føðing tína 267 Eg veit, hvar góð er grundin 302 Eg havi vunnið og strítt tað góða stríð Samráðingarnar ímillum Grønland og ES um fiskirættindi eru slitnaðar, og líkt er ikki til at samráðingarnar verða tiknar upp aftur, skrivar Dansk Fiskeritidende. Tá samráðingarnar byrjaðu, var ætlanin at gera eina avtalu, sum skuldi vera galdandi í seks ár, og sum skuldi koma í gildi 1. januar. Samráðingarnar slitnaðu, eftir at Grønland kravdi, at Es skuldi minka sín fiskiskap í grønlendskum sjógvi við einum triðingi, og at Grønland skuldi fáa hægri avgjald av fiskiskapinum. Danska fiskivinnan sigur seg ikki kunna góðtaka grønlendsku framferðina, tí donsk skip hava í fleiri ár nýtt gott av rækjufiskiskapi og fiskiskapi eftir uppsjóvarfiski í grønlendskum sjógvi. Avtalan millum Grønland og ES, hevur eisini verið nýtt í samráðingunum við triðjalond, eitt nú Noreg og Føroyar, sum hevur havt alstóran týdning fyri vinnuna. Finna Grønland og ES ikki semju, so fær tað eisini avleiðingar fyri føroysku vinnuna, sigur Jacob Vestergaard,landsstýrismaður í Fiskivinnumálum Danska Fiskimannafelagið og felagið fyri donsku uppsjóvarskipini, hava sett seg í samband við danska fiskimálaráðharran og uttanríkisráðharran, og hava heitt á teir um at taka sær av málinum, so ein loysn verður funnin. Kanningin vísir heit greitt, at gerast fólk sjúk av krími, og samstundis fáa koronu, so kann støðan gerast hættislig. Aðra sjúkuna kunnu vit verja ímóti, og tað hevur alstóran týdning, sigur enski varaheilsumálaráðharrin, Jonathan Van Tam. Hann sigur, at 19.200 fólk vórðu við í kanningini, og vórðu kannað bæði fyri krím og fyri korona. Kanningin vísti, at um fólk fingu báðar sjúkranar samstundis, so var møguleikin 2,27 ferðir so høg fyri at doyggja, í mun til um fólk bert fingu korona. Bretsku tølini eru við til at prógva, hvussu týdningarmikið tað er hjá fólki at lata seg koppseta ímóti krími, sjálvt um tann heilivágurin ikki er nøkur averandi trygd ímóti at fólk gerast sjúk, sigur enski varaheilsumálaráðharrin. Tað sigur svendi forsætisráðharrin, Stefan Løfven, við Expressen, uppundir at fíggjarlógin fyri næsta ár skal leggjast fyri ríkisdagin. Liberali flokkurin hevur kravt, at skatturin verður lækkaður við 30 milliardum krónur, og Centerflokkurin krevur, at skatturin verður lækkaður 10 milliardir krónur Stefan Løfven, sum er formaður í svenska javnaðarflokkinum hevur fyrr sagt, at hann fyrst fer at játta pengar til vælferð, áðrenn skatturin verður lækkaður. Talan verður um ein stóran pakka, sum bæði fer at hava pengar til vælferð, men eisini pengar til skattalætta, so fólk kunnu nýta fleiri pengar. Vanlig fólk skulu eisini hava hjálp, so tey hjálpa til við at fáa landið úr aftur kreppuni, sigur Løfven við Expressen. Í nátt var munandi meir av fólki í býnum, enn tað var leygarnáttina, upplýsir løgreglan. Kortini gekk alt sum heild friðarliga fyri seg. Løgreglan var kortini noydd at sissa fólk sum vóru um at fara til hendurs í Gongugøtuni í Havn, og neyðugt var eisini at fara í okkurt heim, har ófriður var. Løreglan fekk sissað fólkini, og í hvørgum førinum verður talan um nakað politimál, upplýsir vakthavandi. Í gjáramorgunin kom løgreglan fram á ein bil sum stóð við ein garð í Sørvági, við stórum skaða. Tað vísti seg, at ein maður hevði rent á garðin, sum fekk stóran skaða, og tað fekk bilurin eisini. Í ferðslulógini er ein serlig grein, sum sigur, at ein sum er fyri óhappi, ikki má drekka rúsdrekka í seks tímar aftaná, tí annars kann viðkomandi skuldsetast fyri rúsdrekkakoyring. Og tað hendi í hesum førinum, upplýsir løgreglan. Annars vóru eisini vitni til hendingina. Nakað seinni rendu tveir bilar saman á vegastrekkinum millum vegin til flogvøllin og landsvegin. Ein bilur sum kom av flogvøllinum legði út fyri ein bil sum kom koyrandi úr Sørvági. Bilurin sum kom úr Sørvági hevði ein bátavogn afturúr, og bilurin av flogvøllinum metti seg at kunna sleppa ímillum, men hevur helst ikki sæð bátavognin, og rendi á hann. Eitt fólk í bilinum varð flutt á landssjúkrahúsið til kanningar. Bilurin fekk stóran skaða, meðan bátavognurin fekk smávegis skað. Í hesum førinum var talan um brot á víkiskyldina, upplýsir løgreglan Annars vitjaði løgreglan skeinkistøð í miðstaðarøkinum og í norðurøkinum, men har var alt sum tað skuldi, og skeinkistøðini ótu aftur klokkan tvey í nátt, verður upplýst av politistøðini í Havn. Dávur Magnussen skúgvaði mótstøðuna til viks, tá hann í gjár vann landavegarkoyringina í FM í súkkling. Sostatt vann hann allar tríggjar kappingarnar býarsúkkling, einkultstart og landavegarsúkkling sum hava verið súkklaðar seinastu dagarnar. Stóð ímillum Dáva og Helga Sum so ofta fyrr, stóð kappingin millum teir báðar, Helga Winther Olsen og Dáva Magnussen. Teir settu ferð á beinanvegin úr Havn, og tá súkklað var niðan móti Norðskálatunlinum slitnaði millum favorittarnar og Jákup Petur Eliassen og Hilmar Hansen. Avgerðin fall Málið var uppi á Eiðisskarði, og tískil skuldi alt avgerast í mótbrekkuni úr Funningi. Teir báðir skiftust um at trýsta hvønn annan gjøgnum svingini niðaneftir, men beint eftir at funningsleiðin møtti gjáarleiðini, fór Dávur Magnussen frá Helga Winther Olsen og kom einsamallur á mál og vann sína triðu kapping upp á eins nógvar dagar. Elsa Berg vann hjá kvinnum Elsa Berg var eins einaráðandi hjá kvinnunum, sum Dávur Magnussen var hjá monnum, men hon hevði hinvegin bert Rigmor Rasmussen at kappast ímóti. Elsa Berg vann allar tríggjar kappingarnar. Vit hava verið fleiri luttakarar til súkklukappingar í Føroyum áður, men tá hava vit havt vitjan av dønum og íslendingum. Hetta er metluttøka við føroyskum súkklarum, og tað er at frøðast um, segði Geyr Gilsteinsson, yvirdómari, eftir kappingina. Gestur í Meg minnist verður nú 92 ára gamli Einar Larsen á Tvøroyri, sum er føddur í oktober 1927. Hann var tollari í 46 ár og arbeiddi síðani á eini fyritøku í heimbygdini, til hann var 91. Einar Larsen er føddur og uppvaksin mitt á Tvøroyri millum skúlan, keiina og klubban. Pápin var tvørámaður og mamman úr Dali. Í dag býr Einar uppi í Kanada, tey rópa, við Ovaraveg á Tvøroyri. Tríggir dystir eru í Betrideildini við monnum í dag. NSÍ spælir móti grannunum av Skála, og kann við sigri nærkast KÍ, sum liggur í 2. plássi. Skála hevur hinvegin tørv á stigunum, fyri at fáa fatur á AB í botninum. Víkingur er á vitjan hjá TB við Stórá í Trongisvági. Hesir báðir dystirnir byrjaðu klokkan 15. Klokkan 16 00 spæla ÍF og EB Streymur í Fløtugerði í Fuglafirði. Við sigri kann útiliðið yvirhála ÍF og vinna seg upp á 6. plássið í deildini. Toppdystur í morgin Í morgin verður spennandi dystur í toppinum. B36 tekur ímóti HB. Teir reyðsvørtu eru fremst í landskappingini við 52 stigum, meðan árstalsfelagið er á 4. plássi við 40 stigum. KÍ og AB skuldu spæla dyst í Klaksvík í dag, men tann dysturin varð útsettur. Í august útflutti Noreg fiskavørur fyri 7,3 milliardir kr, og tað var 1,3 milliardir krónur minni enn í august í fjør, upplýsir norska sjómatráðið. Sjómatráðið upplýsir, at norska krónan er styrkt, samstundis sum eftirspurningurin er minkaður og prísurin er lækkaður á ávísum marknaðum. Í fjør vaks kinesiski marknaðurin mest fyri norskar fiskavørur, men uppgerðin fyri august, vísir, at tann marknaðurin minkaði 69 prosent í virði. Fyrstu 8 mánaðirnar í ár útflutti Noreg fiskavørur fyri 68,2 milliardir kr, 780 milliónir krónur meir enn somu mánaðir í fjør, vísir uppgerðin hjá Sjómatráðnum. Stríð hevur aftur tikið seg upp í kríggsherjaða Nagorno Karabakh landslutinum millum Aserbaijan og Armenia, eftir at tvær aserbaijanskar tyrlur vóru skotnar niður og tríggir stríðsvognar vórðu raktir. Armensk embætisfólk siga sambært BBC at tey bert hava svarað einum luftálopi frá aserbaijanskari síðu og hevur heitt á øll herlið um at vera tøk. Aserbaijansk herlið siga seg einans hava svarað aftur á mongu álopini tvørturum markið seinastu mongu mánaðirnar. Russisk embætisfólk hava heitt á partarnar um vápnahvíld beinanvegin, áðrenn kríggj enn einaferð brestir á í umstrídda Nagorno Karabakh. Bæði londini vóru upprunaliga partur av Sovjettsamveldinum, áðrenn 1991 gjørdi ein enda á Sovjettsamveldinum. Nagorno Karabakh er landslutur, sum liggur á markinum millum tey bæði londini. Nagorno Karabakh er altjóða viðurkent sum partur av Aserbaijan, men hevur seinastu mongu árini verið stýrt av etniskum armenum. Stríð hevur javnan verið millum partarnar seinastu 30 árini. Danski uttanríkis og trygdarpolitikkurin skal endurskoðast. Hann skal í størri mun byggja á demokrati, mannarættindi og virðing, heldur enn eitt nú búskaparlig áhugamál. Hann vísir á, at Kina alsamt ger meir um seg á heimspallinum, samstundis sum USA spakuliga tekur seg aftur, og Russland ger meir um seg. Vit eru vitni til, at tann heimurin og tey virðir, sum vit kenna, eru komin undir trýst, og tí er neyðugt við eini uttanríkispolitiskari ætlan, sum er øðrvísi enn tann verandi, sigur Jeppe Kofod. Tá eg almannakunngeri nýggju ætlanina, so hevur veðurlagsspurningurin stóran týdning, men tað hava mannarættindi og demokrati eisini, sigur hann. Tað eru ikki bara avbjóðingar uttan fyri Evropa, men eisini í Evropa. Vit eru vitni til, at rættarviðurskiftini eru hótt, og tað mugu vit taka í álvara. Tí er neyðugt at vera meira ítøkilig, sigur uttanríkisráðharrin. Vit mugu gera vart við okkum, annars er vandi fyri, at tað verða onnur, sum fara at gera av, hvussu vit skulu liva í framtíðini, sigur Jeppe Kofod. Fáa vit ikki loyst veðurlagsspurningin, og liva upp til París avtaluna, sum er størsta avtala, heimsins lond hava gjørt, so svíkja vit ikki bara eitt ættarlið og veðurlagið, men eisini demokratiið. Føroyar og Grønland verða ikki nevnd í ætlaða nýggja uttanríkispolitikkinum, men tað ræðir ikki Jenis av Rana, landsstýrismann í uttanríkismálum Seks línuskip eru á landgrunninum og trý eru á Íslandsrygginum. Tey á landgrunninum fiska mest av toski, hýsu og so nakað av longu og brosmu, meðan tey á Íslandsrygginum fiska mest tosk, svartkalva, blálongu og so nakað av lira. Fiskamarknaðurin roknar við trimum skipum fyrst í vikuni og so møguliga onkrum síðst í vikuni, sigur Fiskamarknaðurin í meting fyri næstu vikuna. Ein djúphavstrolari er vestanfyri og fiskar kongafisk og kemur hann at landa í vikuni. Ein er sunnanfyri og fiskar mest stinglaks og blálongu. Seks partrolarar eru til fiskarí. Øll pørini fiska upsa og er fiskaríið tíverri smáligt fyri tíðina. Skipini landa sum vikan gongur. Fýra trolbátar eru til fiskarí. Ein er á Skeivabanka og fiskar mest av havtasku, upsa, longu og nakað av hvítingi og so eru trýggir norðanfyri og fiska mest av toski, hýsu og flatfiski. Onkur landar møguliga fyrst í vikuni og so hinir miðskeiðis í vikuni. Smáligt fiskarí. Og seinast menn ikki minst so fiska tvey garnaskip svartkalva og koma bæði at landa í vikuni. Fiskaríið er smáligt. Annað fiskar havtasku og hevur tað brúligan fiskiskap. Tað landar miðskeiðis í vikuni, spáar Fiskamarknaðurin fyri vikuna, sum kemur. Stórskjúttin hjá NSÍ, og farligasti framherji í føroyskum fótbólti, Klæmint A. Olsen skeyt í dag sítt mál nummar 200 í bestu føroysku deildini. Tað gjørdi hann, tá hann skoraði til 4 1 í yvirtíðini í grannauppgerðini móti Skála í Runavík. Tað gjørdist eisini endaliga úrslitið í dystinum, og nú er NSÍ bert eitt stig aftanfyri KÍ. Runavíkingar hava tó spælt ein dyst meir. Víkingur avgjørdi tíðliga Í Trongisvági var dysturin ikki meir enn byrjaður, tá Víkingur hevði avgjørt. Tríggir minuttir vóru spældir, tá Bogi Reinert Petersen legði gestirnar framum, og tríggjar minuttir seinni økti Ari Olsen til endaliga úrslitið, 2 0. Bárður javnaði við perlu ÍF tók ímóti EB Streymi, og Hans Jákup Lervig legði heimaliðið framum beint fyri steðgin. Leingi sá út til, at ÍF skuldi fara við øllum, men Bárður Olsen vildi tað øðrvísi. Tá tríggir minuttir vóru eftir at spæla, skeyt royndi miðvallarin fríspark beinleiðis í málið, og so endaði tað í staðin við javnleiki. Elias W hlund skrivaði og Eyð Berghamar Steinbjørnsdóttir týddi. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2020. Elin á R gvi lesur og Høgni Fagraberg ger ljóðmyndina. Franski forsetin, Emmanuel Macron, leggur Libanon undir at hava brotið lyftið um at skipa stjórn, í kjalarvørrinum á spreingingini í Beirut í august. Macron segði í gjár, at politiska úrvalsliðið í Libanon, sum hann tekur til, er samd um ikki at halda sínar skyldur, og at tey hava framt kollektiva svikagerð, tí tað ikki hevur eydnast teimum at skipa nýggja stjórn. Eingi útlit eru fyri eini stjórn, sum kann stýra í Libanon, eftir at stjórnin, sum hevði valdið, tá stóra spreingingin var á havnaøkinum í Beirut 4. august, legði frá sær. Leygardagin frættist, at Mustapha Adib, maðurin, sum skuldi standa á odda fyri nýggju stjórnini í Libanon, er givin við royndini at fáa flokkarnar at semjast. Macron hevur vitjað Libanon fleiri ferðir síðani spreingingina, og hann hevur eisini skundað undir partarnar um at skipa nýggja stjórn í Libanon. Estland, Finnland og Svøríki fara nú at meta um nýggjar upplýsingar, sum eru komnar undan kavi um ferjuna Estoniu, sum sakk á veg úr Tallinn til Stokkhólm í 1994. Í frágreiðingini stendur einki um, at hol var á skrokkinum í stýriborð. Men í skjølum frá Monster og Dplay verður staðfest, at hol er á vrakinum. Vit, Estland, Finnland og Svøríki, leggja dent á, at vit trúgva endaligu niðurstøðuni hjá altjóða skaðanevndini, Joint Accident Investigation Commission frá 1997, stendur í frágreiðingini. Tí fara tey í næstum undir eina verkætlan, sum skal kanna umstøðurnar hjá fólki við niðursettari hoyrn í Føroyum, og síðani meta, um tørvur er á at tillaga viðurskiftini hjá teimum. Hoyr sigur, at eingin veit við vissu, hvussu nógv fólk í Føroyum hava niðursetta hoyrn, nýta hoyritól, hvussu lívsviðurskiftini eru, og hvussu hetta ávirkar gerandisdagin hjá tí einstaka. Eisini skal vitanin brúkast til at kunna almenningin um lívsviðurskiftini hjá teimum við niðursettari hoyrn á arbeiðsmarknaðinum, sigur felagið fyri hoyribrekað í Føroyum. Brimil varð sendur til Íslands at hjálpa, og tá Brimil var komin til Eivind, var Eivind rikin nakað. Hann var staddur 17 fjórðingar sunnan fyri Høfn í Íslandi. Fleiri av útisetunum eru nú aftur við í landsliðshópinum. Tað er greitt, nú H kan Ericson, føroyski landsliðsvenjarin hjá monnum, fyri løtu síðan kunngjørdi hópin til venjingardystin móti Danmark og UEFA Nations League dystirnar móti Lettlandi og Andorra. Stóri spenningur hevur verið um úttøkuna hesaferð, nú fleiri av útisetunum aftur eru tøkir og í kjalarvørrinum av góðu úrslitunum hjá føroysku feløgunum í evropeisku kappingunum. Stóra navnið í føroyskum fótbólti um vikuskiftið hevur verið Jóan Símun Edmundsson, sum leygardagin gjørdist fyrsti føroyingurin, ið bæði spældi og skoraði í týsku Bundesligaini. Seinast Føroyar spældu gav hann avboð til dystirnar, men á tíðindafundinum í morgun gjørdist greitt, at hann nú aftur er við í hópinum. Fleiri aðrir útisetar eru eisini við hesa ferð, ið ikki vóru í hópinum seinast, harímillum Gilli Rólantsson, Ári M. Jónsson, Kaj Leo í Bartalsstovu og Rógvi Baldvinsson. Liðið til dystirnar móti Danmark, Lettlandi og Andorra Málmenn Gunnar Nielsen, FH Teitur M. Gestsson, HB Tórður Thomsen, NSÍ Verjuspælarar Jóannes K. Danielsen, KÍ Gilli R. Sørensen, Brann Viljormur Davidsen, Vejle Ári Mohr Jónsson, Sandnes Rógvi Baldvinsson, Bryne Heini Vatnsdal, KÍ Heðin Hansen, HB Sonni Ragnar Nattestad, B36 Odmar Færø, KÍ Miðvallarar Áleyparar Jóannes Bjartalíð, KÍ Meinhard E. Olsen, GAIS Gunnar Vatnhamar, Víkingur Kaj Leo í Bartalsstovu, Valur Sølvi Vatnhamar, V kingur Brandur H. Olsen, Helsingborg Hallur Hansen, AC Horsens Dan í Soylu, HB Klæmint A. Olsen, NSÍ Andreas Lava Olsen, Víkingur Patrik Johannesen, KÍ Jóan S. Edmundsson, Arminio Bielefeld Føroyar spæla venjingardyst móti Danmark 7. oktober, áðrenn Lettlandi og Andorra vitja á Tórsvølli 10. og 13. oktober. Landslæknin metir tí, at tey hava tamarhald á hesi smittuketu, tí flestu tilburðirnir í seinastuni hava verið fólk, sum hava sitið í sóttarhaldi. Landslæknin dugir ikki at siga, hvar smittuketan byrjaði. Tey hava ikki funnið nakran smittaðan, sum hevur verið uttanlands, sigur Lars Fodgaard Møller. Hóast tamarhald nú tykist vera á hesi smittuketuni, mælir Landslæknin tó framvegis til varsemi, at halda frástøðu og handreinføri. Hetta eru nøkur av støðunum, sum teir báðir Føroyavinirnir, Jobbe og Hans Pilgaard, hava valt at avmynda og selja sum plakatir við stuttum teksti á. Tað byrjaði við, at Hans skrivaði ein stuttan tekst til myndirnar, og so gjørdu vit eina roynd við at gera tað til plakatir. Okkum dámdi tað væl, og eisini vinfólkunum dámdi tað, so tí hugsaðu vit at gera plakatir, sum fólk kunnu ogna sær, fortelur Jobbe Pilgaard. Semingsstovnurin er farin undir semingsroyndina millum felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum. Semingsstovnurin varð boðsendur fyri góðari viku síðani, tí Fíggjarmálaráðið og felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum kundu ikki semjast um nýggjan sáttmála. Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at enn er ov tíðliga at siga nakað um semingsroyndina, men fríggjadagin upplýsti hann, at langt er millum partarnar. Vit kenna øll eldsálirnar, sum leggja lív, sál, orku og nógva tíð í til dømis ein felagsskap ella sítt arbeiði. Fleiri duga serstakliga væl at hava umsorgan fyri øðrum, men duga minni væl at geva sær sjálvum eginumsorgan. Stundum brenna eldsálirnar út ella tær velja at hálsa um og arbeiða við onkrum heilt øðrum enn tær upprunaliga brendu allarmest fyri. Ofta tí at tey kenna seg drenaði og ikki orka yrkið meir. Orð sum strongd, útbrend og ovbyrða vinda alsamt upp á seg. Bergtóra Høgnadóttir hevur hildið fleiri fyrilestrar um evnið. Hon er útbúgvin sosialráðgevi, trætuloysari og Master í positivari sálarfrøði. Hon greiðir frá, hvørji amboð og vitan, hon heldur eru ein fortreyt, um ein áhaldandi skal brenna fyri yrki sínum. Arbeiðsroyndir hennara eru fjølbroyttar, úr skjáttuni kann nevnast sosialráðgevi, konsulentur, kveikjari, politikari, HR mennari og HR leiðari. Stór misnøgd er millum sjónleikarar og onnur, sum arbeiða við leiklist, tí sami stjóri í februar varð settur fyri fjórðu ferð í Tjóðpalli Føroya. Eitt starv, sum annars er áramálasett til fimm ár. Tjóðpallurin er fullkomiliga stagneraður listarliga, sigur Gunnvá Zachariasen, sum er talskvinna fyri Leiklistafylkingina, sum nú talar at. Kanningarnar verða flestu dagar frá klokkan 17 til 19, men onkrar dagar verða tær aðrar tíðir. Kanningarnar verða gjørdar í hølunum, sum Taks vanliga nýtir, tá ið Norrøna liggur við bryggju. Tá hann stendur frammanfyri einum kóri, veipar hann við ørmunum, og stýrir røddunum rættan veg. Men hittir tú hann uttanfyri tónleikaumhvørvið, ger hann ikki so nógv burturúr sær. Vit hava vitjað Kára, sum fylti 70 ár 11. september. Tíggju ár seinni varð virksemið flutt oman í Østrøm við Skálatrøð. Jan Andersson hevur verið leiðari øll hesi 21 árini. Hann ger ikki nógv hóvasták burturúr sær sjalvum, so tað eru ikki so nógv, sum vita hvør hann er. Men vit í Nón fingu tó orðið á hann, sjálvt um hann og hini í Steinprenti lógu fløt í luftini, tí ein framsýning skuldi lata upp júst hendan dagin. Hoyrið innslagið her Men um tað verður við størri makrelkvotu, ella onkrum øðrum, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum seg ikki kunna siga í løtuni. Okkum dámar best, at báðir partar eru við, tá prátað verður um fíggjarviðurskifti hjá húskinum. Tað sigur Alice Frederiksberg, fíggjarráðgevi hjá Betri. Hon ásannar, at peningastovnurin ógvuliga sjáldan er partur av málinum, meðan tað leikar á. Ofta frættir ráðgevin ikki um tað fyrr enn aftaná. Vit heita á fólk at taka av ráðgevingini, ið verður bjóðað, tí tað hevur stóran týdning, at allir partar fáa kunning um síni rættindi. Eitt nú er skilagott at hava egna uppsparing, soleiðis, at tú hevur okkurt at standa ímóti við, um óvæntaðar útreiðslur taka seg seg upp. Vit eiga eisini at tryggja, at loyniorð veruliga eru loynilig, og hugsa okkum væl um, áðrenn fulltrú til okkara konto verður latin øðrum. Í summar hevur skiparin og ein av eigarunum av rækjutrolaranum, Arctic Viking, í køksvindeyganum eygleitt grønlendsku rækjutrolararnar, sum hava landað makrel í Kollafirði. Arctic Viking fekk 490 tons av makreli, men tað er alt ov lítið til at royna eftir, tí eitt makreltrol kostar eina millión kr, sigur Bjarni Petersen, skipari. Hann vísir eisini á, at fyrr hevði Arctic Viking loyvi at hava nakað av svartkalva og toski sum hjáveðu, og tað munaði væl. Men nú skal als eingin hjáveiða vera. Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Uttanríkis og mentamálaráðnum sigur, at nú verður farið undir at viðgera umsóknirnar, og hann væntar, at umleið 1. november verður klárt at seta starvið. Ætlanin er, at føroyska sendistovan í Tel Aviv skal lata upp sum skjótast. Poul Geert Hansen sigur, at koronusjúkan, sum eisini hevur rakt Ísrael, hevur elvt til onkrar seinkingar, men hann roknar við, at sendistovan letur upp fyri ársskiftið. Í starvslýsingini stendur millum annað, at uppgávurnar sum sendifólk millum annað eru at umboða føroyskar myndugleikar mótvegis ísraelskum myndugleikum og øðrum sendistovum í Tel Aviv, at røkja sambond við ísraelskt vinnulív og mentanarlív, og annars virka fyri at fremja føroysk áhugamál. Norski kongurin varð innlagdur fríggjadagin, tí hann hevði ilt við at anda. Hann varð beinanvegin kannaður fyri Covid 19, og var negativur. Seinni fríggjadagin segði Sonja drotning, at kongurin hevði tað gott eftir umstøðunum, og at hann fór at verða á fótum aftur skjótt. Ætlanin var, at Haraldur kongur skuldi seta Stórtingið fríggjadagin, men tað verður í staðin Hákun krúnprinsur, sum fer at seta tingið, og Sonja drotning verður eisini í tinginum fríggjadagin. Beint fyri jól varð hann eisini sjúkrameldaður í nakrar dagar, orsakað av eini virussjúku, men annars hevur kongurin havt góða heilsu, og hevur røkt sínar skyldur. Maðurin verður latin donskum myndugleikum, sum skulu kanna, hvaðani maðurin er. Hildið verður, at hann er úr Ghana. Tá tað er staðfest, senda danskir myndugleikar mannin heimaftur. Fyrrapartin varð landsliðsúttøka til heimadystirnar og venjingardystin í oktober. Hon var eisini til umrøðu, eins og grannauppgerðin millum B36 og HB, sum skal spælast í kvøld. Gentan í verðini er spildurnýggj skaldsøga, sum kemur út júst í dag. Katrin Ottarsdóttir hevur skrivað. Vit tosa við rithøvundin. Við støði í einum aktuellum máli, sum er farið av sporinum, tosa vit við listfrøðingin Kinnu Poulsen um týdningin av at listprýða almennar bygningar. Hoyrið sendingina her Vælkomin til sendingina, nú farið er um nón. USA er meinast rakt av koronusjúkuni. Í USA eru nærum 210.000 fólk deyð av koronu. Í Brasil eru meir enn 141.000, og í India er talið av deyðum í sambandi við koronusjúkuna nú farið upp um 95.000 fólk. Seinastu dagarnar er sjúkan aftur farin at gera meira um seg í fleiri evropeiskum londum, eitt nú Fraklandi, Bretlandi, Russlandi og Spania. Bæði í Fraklandi og Bretlandi hevur talið av nýggjum tilburðum sett met. Havast skal tó í huga, at nógv fleiri royndir verða nú, og tað hevur eisini ávirkan á samlaða smittutalið. Glottar eru kortini at hóma, tí í flestu londum sær sonevnda smittukurvan flatari út nú, enn hon hevur gjørt. Og eftir øllum at døma rakar sjúkan heldur ikki so meint, sum hon hevur gjørt. Hóast einki veruligt koppingarevni er komið á marknaðin enn, hava ymisk sløg av heilivági víst seg at linna og hjálpa upp á sjúkuna, og læknar vita eisini betur, hvørja viðgerð teir sjúkastu sjúklingarnir skulu fáa. ÍVB B36, 3 1 0 1 Ester Ellingsgaard, 11 minuttir 1 1 Mona Rasmusdóttir, 27 minuttir 2 1 Hanna Isaksen Højgaard, 74 minuttir 3 1 Jensa Tórálvsdóttir, 88 minuttir HB KÍ, 0 3 0 1 Evy á Lakjuni, 15 minuttir 0 2 Evy á Lakjuni, 35 minuttir 0 3 sjálvmál, 53 minuttir EBS Skála NSÍ, 3 2 0 1 Maria Johansen, 13 minuttir 0 2 Heidi Sevdal, 19 minuttir 1 2 Lea Lisberg, 31 minuttir 1 3 Laila Pætursdóttir, 56 minuttir 2 3 Lea Lisberg, 66 min. NSÍ Skála, 4 1 1 0 Petur Knudsen, 9 minuttir 2 0 Petur Knudsen, 24 minuttir 3 0 Klæmint A. Olsen, 55 minuttir 3 1 Niels Pauli Danielsen, 63 minuttir 4 1 Klæmint A. Olsen, 90 2 min. Hesi fólkini eru við í sendingini Leivur Sørensen, Anna Sørensen, Hans Hendrik Mikkelsen, Niels Absalonsen, Jóhann Mortensen, Asbjørn Lómaklett og Ása Hansen Tað koyra umleið túsund leigubilar á føroysku vegunum hvørt summar. Hálvt ár seinni verða nógvir av bilunum seldir privatum húsarhaldum. Bilarnir eru so at siga allir bensin og dieselbilar. Michael Koba heldur tað vera neyðugt at hava eitt væl útbygt net við løðistøðum kring alt landið, um tað skal bera til hjá bilútleigarunum at skifta til el bilar. Mennngin í tøkini ger, at tað kanska ikki verður neyðugt at hava so nógvar løðistøðir spjaddar út í hvønn krók í landinum, sigur Terji Nielsen, menningarleiðari hjá SEV. Mikkalina Norðberg og Hjørleif Niclasen hava eina samkynda dóttir. Tað hava Schandorff Vang og Sigrid Kristianna Vang eisini. Tey halda, at teirra børn eiga at fáa somu rættindi, tá tey gerast foreldur, som onnur fólk í samfelagnum. Nú kjak aftur er um rættindini hjá samkyndum, heita tey fýra inniliga á fólk um at vanda sær um orðini, tí hetta eru teirra børn, sum tosa verður um. Elias W hlund skrivaði og Eyð Berghamar Steinbjørnsdóttir týddi. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2020. Elin á R gvi lesur og Høgni Fagraberg ger ljóðmyndina. Hilmar Leon Jacobsen og Pætur Petersen skutu HB til sigurs í grannauppgerðini móti B36 á Tórsvølli, og teir reyðsvørtu løgdu harvið stórt trýst á KÍ í toppstríðnum í landskappingini. HB er nú sjey stig frammanfyri føroyameistaran, men hevur spælt ein dyst meir. B36 betri byrjan Tað var annars B36, sum legði seg framum tíðliga í dystinum. Eli Falkvard Nielsen skeyt málið fyri árstalsfelagið, tá eitt lítið korter var spælt. Men HB svaraði aftur sjey minuttir seinni. Hilmar Leon Jakobsen, sum var komin á vøllin fyri skadda Mikkel Dahl, beindi eitt innlegg í netið, og so var javnleikur. Pætur avgjørdi eftir steðgin Bert seks minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki, tá HB fekk sigursmálið. HB málverjin, Teitur Gestsson, sendi bóltin fram til Pætur Petersen, sum skoraði undir trýsti. B36 royndi at svara aftur, men tað eydnaðist ikki at javna, og so fór HB við øllum stigunum. B36 HB, 1 2 Tórsvøllur 1 0 Eli Falkvard Nielsen, 13 minuttir 1 1 Hilmar Leon Jakobsen, 20 minuttir 1 2 Pætur Petersen, 51 min. Elias W hlund skrivaði og Eyð Berghamar Steinbjørnsdóttir týddi. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2020. Elin á R gvi lesur og Høgni Fagraberg ger ljóðmyndina. Bólkur trý, línuskipini, hevur 364 dagar, bólkur fýra A, útróðrarbátar millum 15 og 40 tons, hevur 370 dagar, og bólkur fýra B, útróðrarbátar millum 40 og 110 tons, hevur 618 dagar. Umsitingin hjá løgtinginum ivast í heimildini hjá tinginum at broyta matstovulógina, við tí endamáli at forða fyri smittuspjaðing. Ivasamt er, um heimildin, sum gevur landstýrismanninum heimild til at broyta upp og afturlatingartíðir hjá skeinkistøðum og matstovum, er í epidemilógini, sum er danskt málsøki, ella í matstovulógini, sum er føroyskt málsøki, sigur løgtingsumsitingin. Sundheds og ældreministeriet sigur seg vilja kanna málið, um føroyingar vilja yvirtaka epedemilógina, ella um lógin skal dagførast. Løgtingið samtykti í summar at broyta matstovulógina, so landstýrismaðurin fekk heimild til at broyta upp og afturlatingartiðir hjá skeinkistøðum og matstovum. Men uppskot um nýggja lógarbroyting, sum gevur landsstýrismanninum heimild til at áseta afturlatingartíðirnar, er nú í løgtinginum. Jenny Petersen var tann best skikkaði persónurin, sum søkti starvið sum stjóri í Tjóðpalli Føroya, og tí varð hon fyri fjórðu ferð sett at røkja starvið í fimm ár. Leiklistaráðið verður valt fyri trý ár í senn, og telur sjey fólk. Landsstýrismaðurin í mentamálum tilnevnir tvey umboð, har annað er formaður. Hinir limirnir í Leiklistaráðnum verða tilnevndir av ávikavist Leikarafelag Føroya, Meginfelag Áhugaleikara Føroya, Listafólkasambandi Føroya, Tórshavnar býráð, og starvsfólkini á Tjóðpalli Føroya velja eitt umboð. Mannarættindafelagsskapurin, Amnesty International, hevur sagt øllum starvsfólkum sínum í India úr starvi, og gevst við virksemi sínum í landinum. Orsøkin er, at indisku myndugleikarnir, sambært Amnesty, hava stongt bankakontur hjá felagsskapinum, tí illgruni er um brot á lóg um útlendskt virksemi. Myndugleikarnir halda, at peningainnsavningarskipanin hjá Amnesty er hvítting, tí Amnesty hevur spurt myndugleikarnar um opinleika og brot á mannarættindi í samband við sekteriskar samanbrestir í New Dehli og støðuna í Kashmir. Semingsroyndin hjá felagnum føroyskum Sjúkrarøktarfrøðingum og Lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum helt fram klokkan níggju í morgun. Semingsstovnurin varð boðsendur fyri góðari viku síðani, tí Fíggjarmálaráðið og felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum kunnu ikki semjast um nýggjan sáttmála. Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at enn er ov tíðliga at siga nakað um semingsroyndina, men fríggjadagin upplýsti hann, at langt er millum partarnar. Streymurin er farin í øllum meginøkinum, tað er allastaðni enn á útoyggjum og í Suðuroynni. SEV leitar eftir brekinum, men enn er óvist, nær streymvetingin verður í lagi aftur. Hoyr samrøðu við Terja Nielsen, menningarleiðara hjá Krabbameinsfelagið varpar á hvørjum ári ljós á bróstkrabba og í ár er einki undantak. Endamálið er at minna fólk á týdningin at kenna egin bróst og at merkja eftir, um tað fara broytingar fram. Skjótari ein varnast broytingar og fer til lækna, størri eru sannlíkindini fyri, at ein kemur væl gjøgnum sjúkuna. Verkætlanin kallast Hvussu eru lívsumstøðurnar hjá fólki við niðursettari hoyrn í Føroyum 2020 . Majbritt Jacobsen er verkætlanarleiðari. Í Føroyum er avmarkað við vitan um fólk, ið hava hoyribrek. Eingin veit við vissu, hvussu nógv fólk í Føroyum hava niðursetta hoyrn, nýta hoyritól, hvussu lívsviðurskiftini eru og hvussu hetta ávirkar gerandisdagin hjá tí einstaka. Við støði í endamálsorðingini hjá felagnum og kanning hjá SFI, vil Hoyr fara undir eina kvalitativa verkætlan, til tess at finna fram til viðkomandi vitan um lívsviðurskiftini hjá fólki við niðursettari hoyrn í Føroyum, og harfrá meta um tørvur er á, at hesi viðurskifti verða tillagað. Við neyvari vitan um lívsumstøðurnar hjá fólki við niðursettari hoyrn, vil verkætlanin gera tað møguligt at skipa fyri frálæru til námsfrøðingar, lærarar, arbeiðspláss og starvsfelagar v.m., ið hava við fólk við niðursettari hoyrn at gera. Vitanin skal nýtast til at kunna almenningin um lívsviðurskiftini hjá fólki við niðursettari hoyrn á arbeiðsmarknaðinum og á hendan hátt tryggja, at fólk við niðursettari hoyrn verða javnsett við hoyrandi á arbeiðsmarknaðinum. Í hesum sambandi skipar Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, fyri tíðindafundi í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum á vestaru bryggju í Havn í morgin klokkan 10 fyrrapartin. J gvan á Lakjuni, løgtingsformaður, væntar, at fíggjarlógaruppskotið kemur til fyrstu viðgerð týsdagin. Vanliga tekur viðgerðin einar tveir dagar. Nú hevur býráðið samtykt at krevja leigu frá landinum fyri tann partin av ognini, sum kommunan eigur, og landið fær atgongd til, um eingin avtala fæst við landið fyri nýggjár. Í januar var tað komið upp í 1,1 prosent, í februar var tað 1,3 prosent, í mars, tá korona kom, fór arbeiðsloysið upp í 1,4 prosent, og í apríl var tað 1,7 prosent. Higartil hava 59 skip boðað frá, at tey ætla sær at leggja inn á Havnina í 2021, tá tey eru á ferð í Norðuratlatnshavi, sigur Jónsvein Lamhauge, havnarstjóri. Okkurt av feløgunum, sum hevur boðað frá vitjan næsta ár, er farið á húsagang, og tí er ikki greitt, um felagið gevst, ella um onkur annar fer at reka felagið víðari, sigur havnastjórin. Í ár skuldu 60 ferðamannaskip vitja á Havnini, men bert tað eina kom, áðrenn korona steðgaði tí virkseminum. Skipið var á Havnini tíðliga í mars. Elias W hlund skrivaði og Eyð Berghamar Steinbjørnsdóttir týddi. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2020. Elin á R gvi lesur og Høgni Fagraberg ger ljóðmyndina. Tørvurin á havnarplássi er stórur, og tí er so smátt farið undir at lata skip royna nýggju havnina. M.a. var eitt av nýggju skipunum hjá Eimskip og royndi nýggju havnina leygardagin, og tað gekst væl, sigur havnarstjórin. Upprunaliga var ætlanin, at fyrrri partur av útbyggingini, sum var Skansabryggjan, skuldi latast kommununi í oktober í fjør, og seinna helvtin, eystara havnarøkið, skuldi latast kommununi í mai í ár. Nógvir trupulleikar hava verið við arbeiðinum. M.a. vóru trupulleikar við boltunum, sum skulu halda bryggjuni upp á pláss. Fyrst bognaðu teir, og síðani slitnaðu nógvir boltar. Tað dregur út, men havnin kann ikki standa í hálvum gekki, og tí hevur leiðslan gjørt av í fyrstu atløgu at rinda útreiðslurnar av arbeiðinum, sum skal vera liðugt til várs. Tann prísurin heldur ikki, men hvussu nógv havnarútbyggingin fer at kosta aftrat, er vónleyst at siga nakað um, sigur havnarstjórin, men at talan kann gerast um einar 500 milliónir kr, er ikki óvist, sigur hann. Bústaðarviðurskifti, eldraøkið, vinnulív, fíggjarviðurskifti, heimafriður og havnarútbyggingar verða nøkur av høvuðsevnunum í valstríðnum upp undir kommunuvalið 10. november, tá ið umboð skulu veljast í 29 bý og bygdaráð kring landið. Elias W hlund skrivaði og Eyð Berghamar Steinbjørnsdóttir týddi. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2020. Elin á R gvi lesur og Høgni Fagraberg ger ljóðmyndina. Svimjisamband Føroya gjørdi í februar 2018 eina spurnarkanning millum allar næmingar í fimta flokki í føroyska fólkaskúlanum. Endamálið var at kanna svimjiførleikarnar hjá næmingunum. 646 av 713 spurdum næmingum svaraðu. Tað eru heili 90.6 Spurningarnir vóru nærum teir somu, sum í aðrari kanning, ið var gjørd í 2011. Hetta fyri at samanberingargrundarlagið skuldi vera so gott sum gjørligt. Kanningarúrslitið var klárt longu á vári 2018, men Svimjisambandið hevur ikki havt orku til at greina alla kanningina fyrr enn nú. Rókur í Jákupsstovu, formaður í Svimjisambandi føroya, sigur, at tá tosað verður um svimjiførleikar, verður gingið eftir norðurlendsku allýsingini av svimjiførleika. Tað merkir, at svimjarin megnar at svimja 200 metrar uttan steðg og uttan flótihjálp. Kanningin kemur fram til, at 43 prosent siga seg klára at svimja 200 metrar, 35 vita ikki um tey klára tað og 21 halda seg ikki klára tað. Tølini eru als ikki nóg góð, ásannar Rókur í Jákupsstovu. Eisini er tað ørkymlandi, at so nógv børn ikki vita, hvussu langt tey eru før at svimja. Samanborið við kanning, ið var gjørd í 2011, kemur til sjóndar, at tað eru væl færri, sum siga seg klára at svimja 25 og 200 metrar í 2018 í mun til 2011. Altso at svimjiførleikin hjá næmingum í føroyskum 5. flokkum er munandi versnaður. Løgtingið hevur samtykt uppskotið hjá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um at ferðafólk sjálvi skulu rinda fyri at verða kannað fyri koronu, tá tey koma til Føroya. Ein samd fíggjarnevnd tók undir við uppskotinum, men hevði eisini eitt broytingaruppskot, sum nágreinar ávíst viðurskifti í lógini, og tað varð samtykt. Elias W hlund skrivaði og Eyð Berghamar Steinbjørnsdóttir týddi. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2020. Elin á R gvi lesur og Høgni Fagraberg ger ljóðmyndina. Elias W hlund skrivaði og Eyð Berghamar Steinbjørnsdóttir týddi. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2020. Elin á R gvi lesur og Høgni Fagraberg ger ljóðmyndina. Leiklistafylkingin hevur, síðani Jenny C. Petersen fyri fjórðu ferð varð sett sum stjóri á Tjóðpalli Føroya, roynt at fáa í lag samskifti um ónøgdina við stjórasetanina við teir myndugleikar, sum varða av Tjóðpalli Føroya, Tað kemur fram í tí samskifti, sum hevur verið millum Leiklistafylkingina og avvarðandi myndugleikar, og sum Kringvarpið hevur fingið innlit í. Men hví hava tey leiklistafólk, sum eru partur av Leiklistafylkingini, bíðað síðani februar við at gera vart við sína ónøgd alment Arbeiðið er komið væl ávegis, men enn vantar nakað í, millum annað skulu avtalur gerast við upphavsrættindahavarar og við veitaran, sum skal koma við tøkniliga pallinum. Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður, í svari til Beintu Løwe, løgtingskvinnu, sum setti landsstýrismanninum fyrispurning um undirvísingartilfar til orðblind. Í skúlanum kann teldutalan vera hent hjá orðblindum í sambandi við til dømis at skriva stíl og skriva niður, ella notera, sigur Jenis av Rana. Í nátt, føroyska tíð, verður fyrsta hólmgongan í beinleiðis sjónvarpi millum amerikansku forsetavalevnini, Donald Trump og Joseph Biden. Tað hevur verið stórur spenningur um fyrsta beinleiðis kjakið teirra millum, tí serliga demokratiska valevnið, Joe Biden, hevur fingið atfinningar fyri ikki at standa seg væl, tá tað verður gingið hart á hann. Donald Trump hevur enntá sagt, at Biden noyðist at dopa seg fyri at orka at kjakast í beinleiðis sjónvarpi. Chris Wallace á sjónvarpsstøðini, Fox News, verður orðstýrari í kjakinum, sum verður í Cleveland í Ohio, og sum byrjar klokkan 2 í nátt, føroyska tíð. Trump og Biden skulu tosa um politisku fortíð sína, har privatu skatta og fíggjarviðurskiftini hjá Trump kunnu verða drigin fram. Teir skulu eisini tosa um hægstarætt, tí eftir at hægstirættardómarin, Ruth Ginsburg, doyði herfyri, tók orðaskifti seg upp, um ein nýggjur hægstarættardómari skal setast nú, ella eftir forsetavalið. Teir skulu tosa um koronukreppuna og um búskapin, har Trump vísir á, at tað gekk væl undan koronu, men Biden sigur, at Trump bara reið víðari á alduni, sum Barack Obama skapti. Teir skulu eisini tosa um rasismu og harðskap í býunum, og teir skulu tosa um valið sjálvt. Donald Trump hevur ført fram, at einasti kjansur hjá Joe Biden at vinna er við valsviki. Trump hevur eisini funnist at brævatkvøðum, tí hann heldur tað vera lættari at svika við teimum. Demokratarnir leggja hinvegin Trump undir at mótarbeiða møguleikunum hjá fólki fyri at kunna greiða atkvøðu. Tríggjar hólmgongur verða millum Donald Trump og Joe Biden. Tann fyrsta verður í nátt, og síðani hittast teir aftur15. oktober í Miami og 22. oktober í Nashville. Umstøðurnar í Arrestini í Mjørkadali eru ikki nøktandi. Mjørkadalur er hvørki bygdur til arrest ella fongsul, og hóast ábøtur eru gjørdar, seta karmarnir óneyðugar avmarkingar fyri tey, sum sita dómin har, sigur løgmaður í tíðindaskrivi. Á fundinum við løgmálaráðharran vísti Bárður á Steig Nielsen eisini á, at tað er avgerandi neyðugt at skipa umstøðurnar soleiðis, at varðhald er fyri seg og fongsul fyri seg. Eisini er neyðugt at taka stig til, at tey, ið fáa dóm longur enn eitt ár, kunnu sita revsingina í Føroyum, og at varðhaldsfangar og aðrir fangar kunnu vera hvør sær. Bárður á Steig Nielsen sigur, at danski løgmálaráðharrin ásannaði, at tørvur er á at kanna nærri, hvussu bøtast skal um fongsulsumstøðurnar í Føroyum. Løgmaður og danski løgmálaráðharrin avráddu eisini, at føroysk og donsk embætisfólk skulu umrøða og lýsa málið nærri, soleiðis at politisk semja kann fáast um, hvussu málið skal loysast. Gongst sum ætlað fara privatu fyritøkurnar, Smyril Line og Thetis, at taka yvir koronu kanningarnar frá Landssjúkrahúsinum, men er tað ein privat uppgáva Uttanríkispolitikkur er danskt málsøki og tí er tað Danmark, sum í grundini hevur avgerðarrættin á okkara uttanríkispolitikki eisini. Nógv kjak stóðst av sokallaða straffbar listanum á Glasi, sum kom undan kavi fyrst í september mánaða. Tað hevur verið siður, at triðjaflokks næmingar í miðnámsskúlanum meta um, hvørjir flokkar, næmingar og starvsfólk við navni eru eggiligast . Afturat nøvnunum verða eisini knýttar ymiskar viðmerkingar. Rektari og næmingar á Glasi kalla tað fyri happing. Í einum telduposti til øll, sum hava sína vanligu gongd á Glasi, fanst rektarin, Steinbjørn Hardlei, at hesi siðvenju. Hann segði tá við útvarpið, at listin fór út um øll mørk og alla anstendigheit. Leiðslan á Glasi setti síðani eina innanhýsis kanning í verk, sum hevði til endamáls at finna upprunan til listan. Eisini var ætlanin at lata málið til løgregluna, sum so skuldi meta um hvørt talan var um eitt lógarbrot ella ikki. Men tá samanum kom kundi leiðslan á Glasi ikki melda málið til løgregluna. Tað var í øllum førum niðurstøðan, aftaná at skúlin kannaði teir løgfrøðiligu møguleikarnar. Leiðslan á Glasi kundi also ikki melda málið, men einstøku næmingarnir kundu sjálvir fara til løgregluna um teimum lysti. Men spurningurin er, um tað í roynd og veru er revsivert at skriva niðrandi viðmerkingar um onnur Um so er, nær er tað ólógligt at happa, og hvar gongur markið Um alt gongur sum ætlað skulu privatu fyritøkurnar Smyril Line og Thetis yvirtaka koronakanningarnar frá Landssjúkrahúsinum men er tað ein privat uppgáva Steinar Eirikstoft, sjúkrahússtjóri er i útvarpsstovuni. Happing millum ung rakar hart men nær er talan um lógarbrot og hvar gongur markið Vit tosa við ein sálarfrøðing og ein løgfrøðing um, hvat nívir mest tá tað kemur til happing millum ung og nær talan reelt er um brot á revsilógina Danmark hevur sett nyggja kós á uttanríkispolitiska økinum tað skal verða meira tengt at vesturlendskum virðum og evropeiskum samstarvi, sigur Jeppe Kofod, uttanríkisráðharri. Samstundis sigur hann, at Føroyar, Grønland og Danmark í størri mun skulu vera sum ein eind og hava felags uttanríkistænastu. Vit tosa við Jenis av Rana, landsstýrismann í uttanríkismálum um, hvussu tað ávirkar Føroyar. Luttakarar Í Breddanum í dag vóru Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, Katrin av Kák, sálarfrøðingur, Katrin Thorsvig Hansen, løgfrøðingur og Steinar Eirikstoft, sjúkrahússtjóri Heilsuverkið skal ikki longur gera podingar til korona kanningar. Tað skulu privatu fyritøkurnar, Smyril Line og Thetis taka sær av. Tað ætlar sjúkrahússtjórin, Steinar Eirikstoft. Sambært fráboðan til Dataeftirlitið, sum Kringvarpið hevur fingið innlit í, var ætlanin upprunaliga, at Smyril Line skuldi taka sær av at seta fólk at pota, men at Landssjúkrahúsið skuldi læra fólkini upp. Hetta er síðani broytt, og nú er ætlanin, at Thetis skal syrgja fyri potingum, starvsfólki og upplæring av teimum, umframt alla útgerð til poting og Smyril Line skal útvega økið og skipa bóking av tíð. Gerst tú foreldur beint eftir loknan lestur og ikki hevur havt møguleikan at vera á arbeiðsmarknaðinum seinastu mánaðirnar, so dettur tú niður ímillum Barsilsskipanina og Útbúgvingarstuðulsskipanina og fær lítlan og ongan barsilspening. Tað hendi hjá Tóru á Løgmansbø Bláhamar og Sveinbjørn Olsen, tá Tóra átti lítlu Rán beint eftir loknan lestur. Síðst í innslagnum er samrøða við Jenis av Rana, landsstýrismann í útbúgvingarmálum. Landsstýrismaðurin arbeiðir við at broyta útbúgvingarstuðulin, so foreldur kunnu fáa barsil úr stuðulsskipanini, um tey fáa barn stutt eftir loknan lestur. Nýggja skipanin verður tó ikki klár enn, sigur hann. Sambært kanningini eru kvinnur eftirbátar á javnstøðuøkinum. Kvinnur tjena minni og hava tí minni eftirlønar uppsparing. Og tær sita ikki í best løntu nevndarsessunum. Kvinnur hava bara sitið í 20 av tilsamans 161 landsstýrissessum, síðani heimastýrislógin kom í gildi í 1948. Og bæði kvinnur og menn eru samd um, at fiskimálaráðharrin má vera ein maður. Um útbúgving staðfestir kanningin, at meira enn helvtin av føroysku kvinnunum, sum nú eru undir útbúgving, lesa innanfyri heilsu ella umsorganarøkið. Meira enn helvtin av monnunum, sum nú eru undir útbúgving, lesa eina tekniska ella náttúruvísundaliga útbúgving. Eftir innslagið er kjak millum Sjúrð Skaale, fólkatingsmann og stigtakara til kanningina, og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinnu í javnstøðumálum. Kommunuskatturin í Fámjin verður í løtuni brúktur til at breiðka vegirnar. Stóra ynskið er at fáa eitt bygdaráð, sum kann streingja á landsmyndugleikarnar, soleiðis at amboðini til Hvalbiartunnilin ikki fara norður um fjørðin aftur, men beinan vegin seta á at bora til Fámjins. Fleiri í kommununi ynskja eisini kommunusamanlegging. Tað kom sum eitt ljós av klárum himni í kvøld, at NSÍ á síni heimasíðun brádliga boðaði frá, at venjarin Glenn St hl er uppsagdur. Samstarvið ímillum NSÍ og Glenn St hl er enda. NSÍ ynskir at takka Glenn fyri tíðina og arbeiði hann hevur gjørt í NSÍ, og vit ynskja Glenn alt tað besta framyvir. NSÍ vann annars ein sannførandi 4 1 sigur á Skála um vikuskiftið og liggur í løtuni á triðja plássi í bestu fótbóltsdeildini við monnum. Fíggjarnevndin hjá løgtinginum leggur dent á, at tey, sum fylgja sjúklingum av landinum, skulu ikki rinda fyri koronukanning, tá tey koma aftur til Føroya. Seinnapartin í dag fæst væntandi at vita, um semingsroyndin í sáttmálatrætuni millum sjúkrarøktarfrøðingar og Lønardeildina lukkast ella mislukkast. Semingsstovnurin varð boðsendur fríggjakvøldið í næstsíðstu viku, tí Fíggjarmálaráðið og felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum ikki kunnu semjast um nýggjan sáttmála. Hann mælti til at broyta grein 119 í revsilógini, so hon verður meira nágreinilig. Ein samd Rættarnevnd tók undir við broytingini. Sambært dómsvaldinum broyttist grein 119, tá hon varð umsett úr donskum til føroyskt. Grein 119 er um harðskap móti eitt nú politistum, sum gera arbeiði sítt. Hann var ákærdur fyri at stoyta Red Bull orkudrykk á ein politist. Hann kundi ikki dømast ella revsast eftir grein 119, segði dómsvaldið. Fyrireikað verður at byggja bústaðir til fólk við seinheilaskaða. Men tað tekur langa tíð at fyrireika almenn byggimál, og kostnaðarstigið er ein avbjóðing. Tí verður eisini kannað, um alternativar hættir eru at loysa verandi bústaðaravbjóðing eins og umrøtt verður í frágreiðingini um bústaðapolitisk átøk. Harafturat er neyðugt at seta 12 ergo og fysioterapeutar, skal Almannaverkið geva øllum viðlíkahaldsvenjing sambært lógini um almannatrygd og tænastur. Samlaðu inntøkurnar verða mettar til 5,8 milliardir krónur, og rakstrar og íløguútreiðslurnar verða mettar til slakar seks milliardir krónur Skattainntøkurnar verða mettar til tvær milliardir og 542 milliónir, og inntøkur frá avgjøldi og tolli verða mettar til umleið 2,6 milliónir krónur Lønarhækkingin er 2,2 prosent, og hon er framskrivað fyri allar stovnar. Tó eru stovnar, har serstøk viðurskifti hava við sær aðra lønarframskriving, sigur Fíggjarmálaráðið. Uppskotið um fíggjarlóg varð lagt fyri tingið fyrrapartin, og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevði beint eftir tíðindafund um fíggjarlógina. Neyðugt er at hækka inngjaldið, tí annars fer Barsilsgrunnurin á heysin. Hann er undirfíggjaður, 10 milliónir krónur í ár og 12 milliónir krónur næsta ár. Ein meting hjá Heilsutrygd og Landsapotekaranum sigur, at møguligt er at lækka útreiðslurnar hjá Heilsutrygd átta milliónir krónur um árið við at broyta tilskotsstigan. Útreiðslurnar til vaksin minka slakar fimm millíónir krónur, pensjónistar fáa slakar 2,5 milliónir krónur minni, og fyritíðarpensjónistar slakar 500.000 krónur minni í tilskoti Heilsutrygd hevur havt størri og størri útreiðslur seinastu árini til hjálparráð, og tí er neyðugt, at munagóð tiltøk verða sett í verk, sigur landsstýrið. Størri fíggjarligt rásarúm til pensjónistarnar, fleiri yngri læknar útbúgva seg, tríggir nýggir bústovnar, tunlarnir Norður um Fjall og Fámjinstunnilin eru millum høvuðsraðfestingarnar í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2021. Hallið verður mett til 172 milliónir krónur, men tá er ikki lagt upp fyri møguligum útreiðslum, sum koronufarsóttin fer at hava við sær, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður. Hagtøl um arbeiðsloysi, løntakarar og inn og útflutning benda á, at føroyski búskapurin er millum teir í vesturheiminum, sum helst koma frægast gjøgnum koronufarsóttina, sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum. Í morgunsendingini fortaldi Poula Patursson, kostráðgevi og kliniskur diætistur, um fyrimunir og vansar við at fasta. Harafturat svaraði hon spurningum frá lurtarum. Peningur verður eisini játtaður til Húsarhaldsskúlan, Fjøruvegin í Runavík, innkomuveg í Havn og til Tjørnuvíkarvegin. Eisini eru pengar settir av til bústaðir til menningartarnað og til tey, ið eru bera autismu og eisini til fjølbrekað. Fíggjarligt Støðufesti ger nú tillagingar í rættarmálunum móti teimum fyrrverandi bankaleiðslunum, har endaligur dómur ikki er sagdur enn. Í fráboðan á heimasíðuni skrivar Fíggjarligt Støðufesti, at tillagingarnar verða gjørdar í kjalarvørrinum av úrskurðinum hjá Hægstarætti í sakarmálunum móti fyrrverandi leiðslunum hjá Capinordic Bank og Eik Banka Danmark, har tað varð staðfest, at leiðslurnar ikki hava eina endurgjaldsskyldu. Leiðslan í Fíggjarligum Støðufesti hevur eftirmett sakarmálini saman við advokatunum, ið hava málini, og niðurstøðan er, at tey øll halda fram, men at ymiskar tillagingar verða gjørdar. Talan er um rættarmálini móti Andelskassen JAK Slagelse, Københavns Andelskasse, Eik Banki P F, ebh bank, Løkken Sparekasse og Roskilde Bank. Ongar tillagingar verða kortini gjørdar í teimum málum, har Fíggjarligt Støðufesti hevur fingið viðhald í lægri rætti, ella har mett verður, at stórur møguleiki er at vinna eitt endurgjald. Kringvarpið hevur verið í sambandi við Fíggjarligt Støðufesti, um hvønn týdning avgerðin hevur fyri málið móti gomlu leiðsluni í Eik Banka í Føroyum. Marianne Simonsen, deildarstjóri, upplýsir, at Fíggjarligt Støðufesti ger ikki viðmerkingar til einstøk mál, men verða tillagingar gjørdar, so fara tær at síggjast í rættargangsskjølunum. Kringvarpið hevur eisini verið í sambandi við nakrar av sakførarunum hjá persónunum í gomlu EIK leiðsluni, men høvdu teir onga fráboðan fingið. Rættarmálið móti Eik Banka í Føroyum skal roynast í Eystara landsrætti, eftir at Føroya rættur dømdi Marner Jacobsen, Frithleif Olsen og Odd Bjellv g, sum vóru partur av gomlu EIK leiðsluni, at gjalda 150 milliónir krónur í endurgjaldi til Fíggjarligt Støðufesti. Tey fýra fólkini eru smittað í Føroyum, og øll eru partur av somu smittuketu, sum Landslæknin veit um. Tey smittaðu eru avbyrgd, og Landslæknin er farin undir smittusporingina. Steinar Eirikstoft, stjóri á Landssjúkrahúsinum, fegnaðist í Breddanum í útvarpinum týsdagin um avtaluna, sum Landssjúkrahúsið hevur gjørt við Smyril Line um koronukanningar á havnarøkinum í Havn. Hon heldur ikki, at stjórin á Landssjúkrahúsinum av sínum eintingum kann bjóða eina almenna heilsutænastu út, uttan at løgtingið er spurt eftir. Tað merkir, at øll ferðandi, sum koma til Grønlands, skulu í sóttarhald í 14 dagar, ella lata seg kanna aftur fimta dagin eftir komu. Tað verður framvegis eitt krav at kunnu skjalprógva negativt kanningarúrslit, tá komið verður til Grønlands. Og kanningin skal verða gjørd í mesta lagi fimm dagar fyri fráferð. Trýstið á Smyril er stórt, og tað økist í hvørjum. Plássið at arbeiða á, bæði í Havn og á Krambatanga, er ov lítið sum er, og tað ger, at torført er at sigla til tíðina. Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2021 eru 25 milliónir krónur settar av, og í 2022 og 2023 verða skotið upp at játta tilsamans 93 milliónir játtaðar aftrat. Hvat er sexisma, og hvussu koma vit henni til lívs. Er sexisma partur av einari samfelagsmentan. Tað eru spurningar, vit umrøða saman við Lív Patursson, kynsfrøðingi og samskipara í Javnstøðunevndini, og Bjørt Lind, sálarfrøðingi og sexologi. Tað er ikki so ofta at skipað verður fyri framsýning við nýggjari leirlist, men tað hendir so fríggjadagin. Vit tosa við listafólkini Guðrið Poulsen og Buller Hermansen og listfrøðingin Niels Ort. Føroyska hondbóltslandsliðið skal spæla sín EM undankappingardyst móti Kekkia í Føroyum. Evropeiska hondsbóltssambandið, EHF, hevur boðað Hondbóltssambandi Føroya frá, at orsakað av støðuni viðvíkjandi koronu í Danmark fær HSF undantaksloyvi at hýsa dystinum í Føroyum. Vanligu krøvini, sum EHF setir til A landsdystir í EM undankapping, forða annars fyri, at dystir kunnu spælast í Føroyum, og dysturin móti Kekkia skuldi spælast Aarhus sama dag, sum Danmark spælir móti Sveis. Men nú hevur EHF hert krøvini til smittufyribyrging, og tí hava føroyska, danska og evropeiska hondbóltssambandið tikið støðu til, at víkjast kann frá vanligu hallarkrøvunum í hesum føri. Heimadysturin móti Kekkia verður sostatt í høllini á Hálsi mikudagin 4. november, skrivar heimasíðan hjá hondbóltssambandinum. Nú er líkt til, at tunnil verður gjørdur til Fámjins. Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2021 eru 25 milliónir krónur settar av, og í 2022 og 2023 verða skotið upp at játta tilsamans 93 milliónir játtaðar aftrat. Jóanis Lisberg, borgarstjóri í Fámjins kommunu, fegnast um, at peningur nú verður settur av til tunnilin. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Jógvan Asbjørn Skaale og Óluva Skaale gera ymiskt úr rogni, millum annað til viðskera, rognadrýl ella rognaknettir og kyndilmessudrýl. Semingsroyndin millum Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar og lønardeildina hjá fíggjarmálaráðnum halda fram, afraná at partarnir hava samráðst við Semingsstovnin síðan mánadagin. Støðan er ikki búgvin til semingsuppskot enn, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður, sum fyrr í dag upplýsti, at talan er um truplar samráðingar. Semingsstovnurin varð boðsendur fríggjakvøldið í næstsíðstu viku, tí Fíggjarmálaráðið og felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum ikki kunnu semjast um nýggjan sáttmála. Fyri fimtan árum síðani valdi danska blaðið Jyllands Posten at prenta nógv umtalaðu Muhammedtekningarnar. Á einum redaktiónsfundi í 2005 varð avgerð tikin um, at biðja 42 limir í Danske Bladtegnere um at tekna profetin Muhammed, soleiðis sum tey sjálvi sóðu hann. Sambært Islam er tað forboðið at avmynda Muhammed. 30. september 2005 vórðu 12 tekningar almannakunngjørdar í Jyllands Posten. Kulturredaktørurin Flemming Rose skrivaði eina grein um tekningarnar, sum lýsti hvussu tælufrælsi hjá miðlum og stovnum var skert í samband við islam, og hvussu hetta ikki samsvaraði við virðini í demokratiska partinum av heiminum. Í Danmark kyknaði kjakið um talufrælsi av álvara. í muslimsku londunum í Miðeystri prutlaði undir lokinum. Tað var galið nokk at tekningar av profetinum vórðu útgivnar, men at teknarin Kurt Westergaard hevði avmyndað Muhammed við eini bumbu í turbanini tað var ovboðið. Í 2006 valdu nøkur arabisk lond at boykotta danskar vørur. Men forsætisráðharrin Anders Fogh Rasmussen vildi ikki revsa blaðið ella tey sum høvdu teknað Muhammedtekningarnar. Mótmælisgongur vóru í londum í Miðeystri, Asia og Afrika. Eldur var settur á danskar sendistovur, Dannebrog var brent í gøtunum og tað gjørdist vandamikið at vera dani í summum londum. Danska fregnarænastan PET handtók í 2008 tríggjar menn fyri at ætla at drepa Kurt Westergaard. Orsøkin til morð ætlanina var Muhammedtekningin hjá Westergaard. 17 donsk bløð valdu stutt eftir at endurprenta tekningina av Muhammed við bumbuni í turbanini. Hóttanir frá yvirgangsbólkum í Miðeystri kulmineraðu við einum álopi á donsku sendistovuna í Islamabad á sumri í 2008, har seks fólk lótu lív. Al Qaida tók ábyrgd fyri álopið, ið var ein hevnisøk fyri Muhammedtekningarnar.PET hevur síðani avdúkað og steðgað fimm álopsroyndum á Jyllands Posten. Franska satirublaðið Charlie Hebdo var í 2015 útsett fyri einum skotálopið í París, tí tey høvdu útgivið satiriskar tekningar av Muhammed. 12 fólk lótu tá lív. Rættarmálið mótið nøkrum av teimum sum stóðu aftanfyri álopi á skrivstovuna hjá Charlie Hebdo í 2015 byrjaði herfyri. Í tí sambandi endurprentaði Charlie Hebdo nakrar av Muhammedtekningunum sum elvdu til álopi í 2015. Hetta førdi í farnu viku til eina bumbuhóttan og eitt kníválop, sum var uttanfyri gomlu skrivstovuna hjá Charlie Hebdo. 2 fólk vóru særd. Jyllands Posten vil ikki prenta Muhammedtekningarnar aftur, tí vandin fyri terror er ov stórur og atliti til stravsfólkini á blaðnum vigar tyngri. Tað sigur Palle Weist, opinionsredaktørur á Jyllands Posten, við danskar miðlar í dag. Inntøkurnar minka og útreiðslurnar vaksa landsstyrismaðurin í fíggjarmálum væntar eitt hall uppá eina hálva milliard næsta ár. Vit tosa við Jørgen Niclasen, landsstýrismann í Fíggjarmálum. Tað eru 15 ár síðani Muhammedtekningarnar vórðu prentaðar í Jyllands Posten, vit práta við Heina í Skorini um, hvussu hetta hevur ávirkað talufrælsi. Og fyrsta hólmgongan milllum Donald Trump og Joe Biden var óvanliga ógvuslig vit tosa við Sjúrður Skaala og Tóra Højgaard um amerikanska forestavalið. Jógvan Asbjørn Skaale og Óluva Skaale eru í køkinum og súlta røtur. Óluva er saman við Poul Sørensen úti í veltuni, meðan hann tekur upp røtur. Samr.v. Poul Sørensen, um hvussu hann goymir røtur í veltuni. Lagt til rættis Malan Johannesen. Inntøkurnar minka nógv. Skatta og avgjaldsinntøkur minka og útreiðslur hækka av korona farsóttini og hava also hesa hálvu milliardina við sær í halli í ár. Hetta er vegna Korona tí ber eisini til at siga, at aðrar rakstrarútreiðslur, sum skulu til fyri at halda samfelagnum koyrandi reelt hækka. Í tí sambandi eru settar av 3,2 milliónir krónur í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2021. Játtanin til veðurtænastu hækkar úr sløkum fimm milliónum krónum upp í góðar átta milliónir krónur. Endamálið er at menna eina dagførda og útbygda føroyska veðurtænastu við betri og neyvari veðurforsagnum fyri allar Føroyar.Ætlanin fevnir um betri miðling, kanningar og gransking. Ein veðurmenningarbólkur, sum kom við frágreiðing í fjør, segði, at tað kostar tríggjar milliónir krónur um árið at menna eina veruliga føroyska veðurtænastu.Veðrið varð yvirtikið í 2009. Men taka vit alt árið higartil eru 299 færri bilar í ár. Minkingin er 12 prosent. Serliga eru nógv færri persónbilar skrásettir. Teir eru 384 færri í ár, sigur Akstovan. Men bilarnir, sum verða innfluttir brúktir, eru 13 prosent fleiri í ár, 234 til 1.oktober og 207 í teimum fyrstu trimum ársfjórðingunum í fjør. Fýra kvinnur og 14 menn eru vald, skrivar in.fo. 37 fólk stillaðu upp. 35 fólk eru í umboðsráðnum, og 18 blivu vald nú. 15 kvinnur stillaðu upp nú. Fólk, sum hava trygging hjá Betri, kunnu velja fólk í Umboðsráðið. Umboðsráðið er aðalfundur hjá Ognarfelagi tryggingartakaranna og velur til dømis nevndina í felagnum. ICES mælir til, at mest loyvda veiðan eftir makreli lækkar átta prosent, fyri svartkjaft lækkar hon 20 prosent, men hinvegin hækkar mest loyvda veiðan eftir norðhavssild 24 prosent. Tað skrivar Havstovan. Tilmælið fyri makrel er góð 850.000 tons fyri 2021, hetta er átta prosent minni enn tilmælið fyri 2020. Makrelstovnurin var í vøkstri frá 2007 fram til 2014, men síðani tá er stovnurin minkaður aftur. Stovnsmetingin vísir, at gýtingarstovnurin er 3,7 milliónir tons, og tað er oman fyri tað, sum sambært umsitingarætlanini er markið fyri nær neyðugt er at vísa varsemi. Tilgongdin hevur verið góð síðani 2001. Tilmælið fyri svartkjaft er góð 929.000 tons fyri 2021, sum er 20 prosent minni enn í fjør. Gýtingar stovnurin er mettur at vera 3,2 milliónir tons, og er minkaður síðani 2018, men er enn oman fyri støddina, har tað sambært umsitingarætlanini er neyðugt at vísa varsemi. Árgangirnir 2013 2015 vóru góðir, men tilgongdin síðani 2017 er mett at vera vánalig, og tí minkar stovnurin komandi árini, skrivar Havstovan. Tilmælið fyri norðhavssild er um 650.000 tons fyri næsta ár, og tað eru 24 prosent meira enn í fjør. Gýtingar stovnurin er 3,5 milliónir tons, og hevur verið í støðugari minking síðani 2008. Í dag er gýtingarstovnurin av norðhavssild júst oman fyri markið í umsitingarætlanini fyri, nær varsemi skal vísast. Tilgongdin síðani 2005 er mett at verða vánalig, undantikið árgangirnir 2009, 2013 og 2016. Øll skipini, sum fáa tillutað ískoytiskvotu, og eru virkin í uppsjóvarvinnu eina, fáa tillutað eins stóra nøgd. Mett verður, at virkisøki teirra er á líknandi støði, og rættast er at leggja somu niðurstøðu fyri hesi skip, hvat tørvi á ískoytiskvotu viðvíkur. Øll skipini uttan Vesturbúgvin og Eysturbúgvin hava fingið tillutað 990 tons av norðhavssild. Vesturbúgvin hevur fingið tillutað 447 tons av norðhavssild, meðan Eysturbúgvin ikki søkti um part av kvotuni av norðhavssild. Vesturbúgvin og Eysturbúgvin hava fingið 195 tons av makreli, meðan restin av skipunum, Jupiter, Arctic Voyager, Fram, Katrin Johanna og Hoyvík hava fingið tillutað 490 tons av makreli. Umframt fiskidagar hava hesi skip eisini gulllaksakvotu, ið tryggjar støðugan rakstur í fleiri mánaðir um árið. Tí er avgerð tikin um at lata hesum skipunum minni ískoytiskvotu enn hinum. 16 umsóknir komu inn til ískoytiskvoturnar, sigur Fiskimálaráðið. Samlaða nøgdin av makreli og norðhavssild, sum bleiv býtt út sum ískoytiskvotur, var ávikavist 2.840 og 5.397 tons. Tvørámaðurin Einar Larsen sigur frá søgum. Ein søga er um eina ferð úr Dali til Sands við eini súgv, tí galturin í Dali var sjúkur. Í barnaskúlanum gekk Einar hjá fyrsta læraranum Bennedsen, Krígs Hansen, Elgerdu Jacobsen, Jacob Olsen og P.M. Dam. Fastur táttur var at fara oman á keiina eftir skúlatíð. Einar gekk hálvtannað ár í realskúla, men tá var skúlagongdin á Tvøroyri illa órógvað av týskum bumbuálopum. Tí fór Einar á keiina at arbeiða og gavst í skúlanum. Tað upplýsti Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, á tíðindafundinum í gjár, tá hann almannakunngjørdi uppskotið til fíggjarlóg fyri 2021. Næsta ár er ætlanin at gera íløgur fyri tilsamans 522 milliónir krónur. Av teimum fara 150 milliónir krónur til H bygningin á Landssjúkrahúsinum, sum tað kostar at gera bygningin lidnan. Ætlanin er at H bygningurin skal byggjast aftrat Landssjúkrahúsinum, og skal tað gerast, verður neyðugt at játta nógvar pengar aftrat. Landsstýrismaðurin upplýsti, at metingar vísa, at tað fer at kosta millum 30 og 50 milliónir krónur at gera eina smogu ímillum bygningarnar. Aðrar íløgur, sum skulu gerast næsta ár, eru tunlarnir norður um Fjall á Borðoynni, tunnil til Fámjins, og samstundis heldur arbeiðið at gera tunnil til Dals fram. Pengar verða eisini játtaðir til veg í Runavík, sum skal gera ferðsluna tryggari, tá Eysturoyartunnilin letur upp, og til innkomuvegin í Havn. Og pengar verða eisini játtaðir til vegin til Tjørnuvíkar og til at betra ferðsluna í Sandslíð. Og so skulu pengar játtast til bústovnar av ymsum slag, sum Bústaðir skulu vera við í.Bústaðir fáa heimild at taka lán til virksemið, upplýsti Jørgen Niclasen. Navalnyj gjørdist sjúkur, tá hann var á vitjan í Sibir í august, og seinni varð hann flogin til Týsklands og lagdur inn á sjúkrahús har. Kanningar, sum eru gjørdar av Navalnyj á týska sjúkrahúsinum, vísa, at hann varð eitraður við evninum, Novisjok. Royndirnar eru kannaðar í fleiri londum, millum annað í Fraklandi og Svøríki, umframt í Týsklandi. Eg eri vísur í, at Vladimir Putin, forseti, stóð fyri ætlanini at gera av við meg. Eg komi ikki til nakra aðra niðurstøðu, sigur Navalnyj við Der Spiegel. Men í búskaparfrágreiðingini, sum varð løgd fram saman við fíggjarlógaruppskotinum, standa 15 milliónir krónur í 2026, 80 milliónir í 2027, 120 í 2028, 120 í 2029 og 50 milliónir krónur í 2030. Sambært samferðsluætlanini verður ikki mett at vera neyðugt at broyta farleiðina til Vestmanna við verandi ferðslu og framkomuleika. Sigurd L. Lamhauge, stjóri í Landsverki, sigur tað sama, sum stendur í samferðsluætlanini, at Gøtudalstunnilin eigur at verða raðfestur fram um tunnil til Vestmanna. Johannes Egholm Hansen, sum hevur verið nevndarformaður í grønlendska felagnum, sum stendur fyri at útbyggja tríggjar floghavnir í Grønlandi, hevur lagt frá sær. Blaðið hevur roynt at fáa viðmerkingar frá nevndarformanninum um avgerðina, men hann vil ikki gera fleiri viðmerkingar, skrivar blaðið. Tá mælti nevndarformaðurin til at stytta flogbreytina, fyri at fáa ætlanina at halda, men tað hugskotið fekk ilt í fólk í Suðurgrønlandi, sum ikki vilja hava eina styttri breyt. Roknað verður við, at tað verður torført at fáa fleiri pengar til øktu útreiðslurnar, skrivar Sermitsiaq. Johannus Egholm Hansen hevur verið nevndarformaður í felagnum, Kalaallit Airports í trý ár og sjey mánaðir. Og hann hevur millum annað sett sjøtul á at útbyggja floghavnina í Nuuk og Illulisat. Frammanundan hevði hann drúgvar royndir av slíkum virksemi, og var millum annað næstformaður í nevndini fyri Vága Floghavn, sum varð útbygd frá 2009 til 2014, skrivar blaðið. Í boðunum í gjár sigur Johannes Egholm Hansen, at hann er sannførdur um, at íløgan í nýggju floghavnirnar í Grønlandi, er ein tann besta íløgan, sum Grønland hevur gjørt, skrivar Sermitsiaq. Anne Mette Greve Klemensen, prestur, er nýggj forkvinna í Etiska ráðnum. Hon tekur við eftir Hildur við Høgadalsá, sum hevur lagt frá sær. Anne Mette Greve Klemensen tók við sum sóknarprestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi fyrr í ár, eftir at hava verið prestur í Fuglafirði síðani 2011. Hon hevur harumframt serkunnleika í eksistentionellum lívsstøðum hjá barnakornum. Endamálið við Etiska ráðnum er at fremja og styrkja kjak og vitan um etiskar spurningar, sum knýta seg til nýtsluna av bio og ílegutøkni, sum hevur ávirkan á lívið hjá menniskjum. Ráðið kann harumframt fremja og styrkja kjak um aðrar almennar og prinsipiellar etiskar spurningar, sum knýta seg til heilsufakliga virksemið á heilsu , almanna og kommunaløkjunum. Etiska ráðið hevur skyldu at fylgja menningini á bio og ílegutøkniska økinum, og hevur til uppgávu at ráðgeva í etiskum spurningum viðvíkjandi gransking og nýtslu av bio og ílegutøkni. KÍ spælir í kvøld ein av størstu dystum í søguni hjá felagnum og í føroysku fótbóltssøguni sum heild, tá liðið fer á vøllin móti Dundalk FC. Umvegis Slovan Bratislava, Young Boys og Dinamo Tblisi er KÍ nú í play off umfarinum síðsta umfarinum undan sjálvum Evropa League bólkaspælinum og skal á Aviva leikvøllinum royna at spæla seg framvið seinastu forðingini. Ein dystur, sum skal vinnast KÍ spælararnir vita, at nógv stendur upp á spæl, men teir royna at hava bæði beinini á jørðini. Dysturin verður spældur innanfyri linjurnar, og har eru tað ellivu móti ellivu. Umstøðurnar og tað, sum stendur upp á spæl, kann gera tað sama, tí tað einasta vit skulu hugsa um er, at vit hava ein dyst, sum skal vinnast, sigur Jákup B. Andreasen, liðskipari hjá KÍ. Og 22 ára gamli miðvallarin heldur, at KÍ hevur góðan møguleika at vinna og koma í bólkaspælið. Vit trúgva altíð upp á tað, og vit hava nógvar eginleikar á liðnum, sum gera, at vita kunnu skjóta mál og vinna móti øllum liðum, sigur Jákup B. Andreasen. Fimm meistaraheitið í seks ár Mótstøðuliðið í kvøld, Dundalk FC, er írskur meistari, og felagið hevur verið mestsum einaráðandi í írsku kappingini síðstu árini. Seinastu seks árini, hevur Dundalk vunnið fimm meistaraheiti. Írska liðið varð sent úr Champions League av BK Celje, og síðan vunnu írarnir á Inter d Escaldes úr Andorra og seinast Sheriff Tiraspol úr Moldova. Filippo Giovagnoli, venjarin, hevur bert staðið á odda fyri liðnum í ein mánað. Á stórskíggja við Djúpumýru Í Klaksvík er dysturin ovast á breddanum, og býurin stendur nærum á høvdinum. Sjálvur dysturin verður vístur á stórskíggja á vøllinum við Djúpumýru í kvøld, og væntað verður, at nógv fólk fara at savnast har. Sambært lógaruppskoti, sum Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna, legði fram í gjár, er javningin, sum skuldi gerast 1.januar næsta ár, útsett til 1.januar 2022. Hevði javningin næsta ár verið eitt prosent, hevði til dømis einkjubarnastyrkurin hækkað 130 krónur fyri barnið um mánaðin, barnapeningur veittur í forskoti hevði hækkað 130 krónur fyri barnið, ógiftir fólkapensjónistar høvdu fingið 77 krónur meira og giftir 61 krónur meira um mánaðin. Hægsta fyritíðarpensjónin hjá ógiftum hevði hækkað 140 krónur og hjá giftum 124 krónur og tey, sum fáa miðal ella lægstu fyritíðarpensjón, høvdu fingið 115 krónur meira, eru tey ógift, og 101 krónur meira um mánaðin, eru tey gift ES nevndin hevur gjørt av at stevna Onglandi, Wales, Skotlandi og Norðurírlandi fyri brot á avtaluna um brexit, sum partarnir gjørdu fyri einum ári síðani. Talan er um eitt víðgongt stig, sum kann gera støðuna millum partarnar uppaftur spentari, nú bretar eru á veg úr ES, sigur tíðindamaðurin hjá DR í Bruxelles, Ole Ryborg. Talan er um innara marknaðin í Onglandi, Norðurírlandi, Skotlandi og Wales. Uppskotið gevur bretsku stjórnini heimild til at seta partar av avtaluni um brexit úr gildi. Talan er serliga um markið ímillum Norðurírland og Írland. Norðurírland fer úr ES, meðan Írland verður verandi í ES. Tað er tann partin av avtaluni, sum bretska parlamentið hevur samtykt at broyta. Talan er um eitt trygdaruppskot, sigur Boris Johnson, forsætisráðharri. Men sambært ES, so stríðir samtyktin ímóti Brexitavtaluni. Tað góðkennir samveldið ikki, og er tí farið undir at fyrireika rættarmál ímóti Bretlandi fyri brot á altjóða lóg. Tað sigur Dánial Hansen, formaður í NSÍ, eftir at venjarin hjá besta mansliðnum í fótbólti hjá NSÍ brádliga varð sagdur úr starvi týskvøldið. Teir hava báðir verið partur av venjaratoyminum hjá NSÍ í hesum kappingarárinum, og verða, sambært formanninum í NSÍ, javnsettir sum fyribilsvenjarar, til ein nýggj loysn er funnin. Róðrarfeløgini í Sandavági, Hósvík og Hvalvík finnast hvassliga at ætlanini hjá Róðrarsambandinum at strika róðrarøkini í bygdunum. Í Sandavági hava tey lagt nógva orku í at byggja kappróðurin upp. Tey hava millum annað fingið eitt nýtt neyst við góðum venjingarumstøðum til bæði summar og vetur. Kringvarpið hevur tosað við Anniku Dalsgarð, forkvinnu í Róðrarsambandi Føroya, men Róðrarsambandið hevur ongar viðmerkingar til málið. Sangirnir eru bæði nýggir, gamlir og ymskir í genre. Felags fyri teir er tó, at teir allir hava eitt lítið darr av summar yvir sær. Ætlanin er at seta 100 milliónir krónur um árið til Suðuroyartunnilin, men tað verður ikki fyrr Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin eru lidnir. Í ár eru 5,3 milliónir krónur játtaðar til endamálið, næsta ár verða níggju milliónir krónur settar av, og í 2022 verða 12 milliónir krónur aftrat settar av til nýggja umsitingarbygningin hjá Sjóvinnustýrinum. Í dag hevur Kvinnuhúsið 30 ára føðingardag. Hesi seinastu tredivu árini hevur Kvinnuhúsið hjálpt neyðstøddum kvinnum, ið eru fyri sálarligum, kropsligum og fíggjarligum harðskapi. Metnógvar kvinnur hava sett seg í samband við Kvinnuhúsið í ár Og tí er tað alneyðugt at hava eitt Kvinnuhús í Føroyum, heldur Ann Britt Mortensen, leiðari í Kvinnuhúsinum. Umstøðurnar í Kvinnuhúsinum kundu tó verið betur. Hølini eru óbroytt seinastu 30 árini, og tað er ein vansi at búgva til leigu, um ein nú knappliga verður uppsøgd. Dreymurin hjá Ann Britt Mortensen er at Kvinnuhúsið kann flyta í egið hús. Men enn er langt á mál, tí bústaðartrotið í Føroyum ger, at sethúsamarknaðurin er dýrkaður nógv. í 20 ár hevur Kvinnuhúsgrunnurin savnað pening saman, so Kvinnuhúsið einaferð kann seta føtur undir egið borð. Í løtuni hevur grunnurin 1,8 milliónir á bók. Men tað er ikki lætt at keypa eini nøktandi sethús fyri teir pengarnar. Hóast prístalsjavningin av almannaveitingum verður útsett eitt ár, til 1. januar í 2022, hækkar fólkapensjónin á nýggjárinum, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna í almannamálum. Ein ógiftur fólkapensjonistur, sum ikki hevur aðra inntøku enn fólkapensjón og Samhaldsfasta, fer næsta ár at hava umleið 12.600 krónur um mánaðin eftir, tá skattur og gjøld eru goldin. Hjún fara at hava tilsamans umleið 22.000 krónur eftir um mánaðin. Sostatt hækkar inntøkan hjá pensjónistum 1.080 krónur um mánaðin, og samstundis hækkar gjaldið úr Samhaldsfasta, sigur landsstýriskvinnan í almannamálum. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir verður gestur í Breddanum í útvarpinum klokkan 17.05 um ætlanina at útseta prístalsjavningina av almannaveitingum og um pensjónsviðurskifti. Raske drenge er heiti á sjálvsnevndu debutútgávuni, sum føroyski Ragnar Finsson og belgiski Oscar Beerten góvu út tann 31. juli í ár. Ragnar Finsson og Oscar Beerten hava í felag lagt tónleikin til rættis og framleitt útgávuna, ið Finnur Hansen hevur tikið upp, ljóðblandað og mastera. Sambært lógaruppskotið hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinnu, skal lógarfesta javningin útsetast til 2022 í staðin. Sambært lógaruppskotinum, sum er lagt fram, skuldi einkjubarnastyrkur, barnapeningur veittur í forskot og barnaískoyti verða hækkað við ávikavist 130, 130 og 100 krónum um mánaðin, um javningin var gjøgnumførd. Ein rætting er komin frá Almannamálaráðnum, sum sigur, at talan er um árligar upphæddir og ikki mánaðarligar. Tað er uppá tíðina at Føroyar taka ábyrgd fyri trygdarpolitikkinum í vesturheiminum tí skal ein radari setast upp í Føroyum og Føroyar skulu útflyta minni til Russlands og meira til ES. Tað halda teir báðir Edmund Joensen, sum er valdur á Fólkating fyri Sambandsflokkin og Anders Aastrup Jensen frá danska Vinstraflokkinum, sum saman hava skrivað eina tíðargrein, sum verður prentað í bæði donskum og føroyskum bløðum í morgin. Michael Aastrup Jensen er uttanríkisorðførari hjá Venstre og situr í Udenrigspolitisk nævn. Hann heldur, at Føroyar av trygdarávum eiga at útflyta minni til Russlands Bogi Jacobsen er stjóri í samtakinum Varðin, sum eigur fleiri uppsjóvarskip og uppsjóvarvirkið Pelagic á Tvøroyri og sum millum annað útflytir makrel og sild til Russlands. Bill Jusitnussen, formaður í Uttanlandsnevndini undrast á, at Danmark ikki áður hevur bjóðað sær til at hjálpa Føroyum við at bróta niður tollmúrar í ES. Føroyar skulu flyta minni út til Ruslands afturfyri skal Danmark hjálpa til at lata ES marknaðin upp. Tað er millum annað fyri at tryggja trygdina í vesturheiminum og ikki minst í Føroyum Tað halda teir báðir fólkatingslimirnir Edmund Joensen fyri Sambandi og Michael Aaastrup Jensen frá Venstre, sum hava skriva eina tíðargrein til donsk og føroysk bløð Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir landsstýriskvinna í almannamálum, Michael Astrup Jensen fólkatingslimur, Edmund Joensen fólkatingslimur, Bogi Jacobsen, stjóri í Varðanum Pelagic, Bill Justinussen formaður í Uttanlandsnevndini, Ann Britt Mortensen stjóri í Kvinnuhúsinum, Poula Patursson forkvinna í Kvinnuhúsinum. Pensjónistar skulu rinda meira fyri heilivágin og pensjónirnar verða IKKI, sum ætlað, hækkaðar 1. januar samsvarandi kostnaðarstøðinum í landinum. Hetta er partur av ætlanini hjá landsstýrinum at halda aftur við rakstrarútreiðslunum. Men tað fellur ikki í góða jørð hjá Landsfelag Pensjónista Tað varð ikki til meir enn dreymin um dystir móti risunum í evropeiskum fótbólti í bólkaspælinum í Evropa League. KÍ royndi, men mistøkini vórðu ov nógv, og tí varð tað til 3 1 tap móti írsku meistarunum, Dundalk FC, á Aviva leikvøllinum í Dublin í kvøld. Fyrstu løtuna var KÍ væl við í dystinum, men tað var heimaliðið, sum kom til teir kjansirnar, sum vóru. Tá tríggir minuttir vóru spældir, skallaði Patrick Hoban eitt innlegg við síðuna av, og tveir minuttir seinni royndi Patrick McEleney seg útifrá, men Kristian Joensen bjargaði væl. Miðskeiðis í hálvleikinum vóru írar nær við eftir fríspark úr vinstru, og løtu seinni løgdu teir seg á odda. Tað var Sean Murray sum skoraði, eftir at eitt innlegg var longt inn í brotsteigin. Marrubyrjan eftir steðgin Allar ætlanir hjá KÍ um at koma afturí aftur fingu eitt skot fyri bógvin beinanvegin eftir steðgin. Kristian Joensen kom út úr málinum at boksa eitt horna úr vinstru, men rakti ikki bóltin, og so stóð Daniel Cleary til reiðar og skeyt bóltin upp undir nettakið. So var tað sum um at KÍ vaknaði úr dvala. Liðið varð flutt longur fram á vøllin, og økta trýstið hevði kjansir við sær. Tá ein lítil tími var spældur, vann KÍ bóltin langt frammi á vøllin, og Patrik Johannesen skeyt av brotsteigarmarkinum, men málverjin bjargaði væl. KÍ fekk horna, og Jákup B. Andreasen royndi seg tvær ferðir, men írarnir bjargaði báðu ferð inni í málteiginum. Írarnir vóru ávaraðir, og løtu seinni eydnaðist tað hjá KÍ. Jóannes Bjartalíð fekk bóltin uttanfyri brotsteigin hjá Dundalk, legði hann til høgra beinið hjá Ole Erik Midtskogen, og norski framherjin skeyt hart og fann málhornið lágt til vinstru. Tíggju avgerandi sekund KÍ leitaði nú eftir útjavnandi málinum, og teir vóru eisini nær við, tá eitt lítið korter var eftir. Jóannes Bjartalíð fekk enn einaferð bóltin uttanfyri brotsteigin eitt sindur til vinstru, og hesa ferð skeyt hann sjálvur við vinstrabeininum. Málmaðurin bjargaði harða skotinum, og Patrik Johannesen skeyt leysa bóltin langt omanfyri. Lítla løtu seinna varð dysturin avgjørdur, og tað hendi, tá KÍ sá út til at nærkast útjavnandi málinum. Klaksvíkingarnir spældu seg ígjøgnum í høgru síðu, Boris Dosljak fann Patrik Johannesen, men framherjin rakti ikki bóltin nóg væl, og heimaliðið fór í mótálop. Daniel Kelly varð spældur ígjøgnum, og hann var tryggur, tá hann varð leysur móti Kristiani Joensen. KÍ royndi at svara aftur, og var eisini nær við nakrar ferðir, men tað eydnaðist ikki, og so endaði evropeiska ævintýrið. Dundalk FC KÍ, 3 1 Aviva 1 0 Sean Murray, 33 minuttir 2 0 Daniel Cleary, 48 minuttir 2 1 Ole Erik Midtskogen, 66 minuttir 3 1 Daniel Kelly, 79 min. Tá samráðingar vóru millum donsku stjórnina og landsstýrið um fullveldi fyri 20 árum síðani, hildu Føroyar uppá, at Danmark hevði fíggjarligan fyrimun, tí Nato slapp at brúka Føroyar. Hetta bygdi á, at Nato skuldi krevja trý prosent av bruttotjóðarúrtøkuni í limagjaldi. Men tað er ikki rætt, fekk føroyska samráðingarnevndin at vita frá teirri donsku. Í 1978 samdust Nato londini um, at tey skuldu miða eftir at tryggja árligan vøkstur í útreiðslunum til verjuna. Vøksturin var okkurt um trý prosent. Niðurstøðan er, at stjórnin góðtekur ikki, at Føroyar hava eitt sikkerhedspolitisk tilgodehavende , sum tað verður kallað, í Danmark. Ráðgevin hjá Trump, Hope Hicks, fekk staðfest smittuna hóskvøldið, og tí vórðu forsetahjúnini kannað fyri koronu og hava nú fingið staðfest smittuna. Hjúnini sita nú í sóttarhaldi í Hvítu Húsunum, sigur læknin hjá Trump. Hope Hicks hevur verið saman við Trump fleiri ferðir hesa vikuna, millum annað á veljarafundi í Duluth í Minnesota mikudagin. Hicks var eisini saman við forsetan til stóra orðaskiftið týskvøldið millum Trump og Joe Biden. The Washington Post skrivar, at myndir frá einum veljarafundi í Pennsylvania her fyri vísa, at Hicks ikki var í munnbindi og tað var hon heldur ikki á flogvøllinum í Cleveland í sambandi við orðaskiftið týskvøldið. Blaðið skrivar eisini, at Trump, sum sjáldan sæst í munnbindi og ella heldur frástøðu, ofta sæst standa tætt saman við starvsfólkum sínum. Sambært CNN, skuldi Trump eftir ætlan verða við til peningainnsavning uttanfyri Trump gistingarhúsið í Washington D.C. nú um vikuskiftið, og á veljarafundi í Sandford í statinum Florida. Landsstýrið ætlar at brúka meira enn dupult so nógv til at undirvísa útlendingum í føroyskum máli, føroyskari mentan og føroyskum samfelagsviðurskiftum. Uttanríkis og Mentamálaráðið hevur sett sjøtul á arbeiði, har námsætlanin í føroyskum máli og føroyskari mentan fyri vaksin verður dagførd og skipað eftir CEFR leistinum, sum er evropeiski leisturin um slíka mállæru. Nú eru tvær vikur síðani, Semingsstovnurin varð boðsendur, tí Fíggjarmálaráðið og felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum ikki funnu semju um nýggjan sáttmála. Fyri meg merkir tað, at eg eri nógv betur fyri. Heilin riggar betur, eg havi størri orku og í venjingarhølinum er framgongd. Hetta kann eg siga við vissu, tí eg skráseti øll míni úrslit. Familja og vinfólk hava ofti sagt, at eg eri ørur í høvdinum, men nú haldi eg loksins, at tey hava góðtikið tað, sigur Høgni Sloan Justesen. Umftamt at fasta hevur Høgni Sloan Justesen eisini gjørt stórar broytingar í sínum kostvanum. Í góðar 400 dagar hevur hann roynt keto. Tað merkir, at hann fyri tað mesta etur feitt. Tað sigur Mikkjal Thomassen, venjari hjá KÍ, nú evropiska fótbóltsævintýrið endaði í gjárkvøldið, tá KÍ tapti 3 1 fyri Dundalk í Dublin. Birita Lamhauge Jóansdóttir er sálarfrøðingur. Hon hevur skrivað ritgerð, sum nevnist Sálarfrøðingurin, trúgvin og terapiin . Hetta er ein religiónssálarfrøðilig ritgerð og ein kvalitativ granskan av, hvønn týdning og hvørja funksjón trúgvin hevur fyri kristna sálarfrøðingin í terapeutiska arbeiðinum. Innan religiónssálarfrøði hevur, tað seinastu 30 árini, verið ein áhaldandi áhugi í at granska munandi jaliga samanhangin millum trúgv og sálarligan trivnað. Í hesum høpi hevur gransking innan religiónssálarfrøði víst á, at tað er, tá ið trúgvin gerst persónlig og flættast inn í persónleikan hjá fólki, at hon er mest gagnlig í mun til góðan sálarligan trivnað. Trúgv er tó ikki bara trúgv, og trúgv kann eisini gerðast skaðilig og ávirka sálarliga trivnaðin neiligt. Tað snýr seg tí ikki bara um at trúgva, men hvussu ein trýr. Anfinnur Thorsteinsson, sum annars starvast sum bókhaldsleiðari í Vørn, er farin niðan á veðurstøðina at gera klárt at senda ein av tveimum veðurballónum, ið verða sendar upp um samdøgrið, avstað. Tað er gott at sleppa at gera okkurt annað viðhvørt, sigur Anfinnur Thorsteinsson, sum annars er bókhaldsleiðarin á Vørn. Hann hevur í seks ár tikið vaktir at syrgja fyri, at senda veðurballónirnar avstað. Sondurnar, sum verða krøktar í ballónirnar, hava samband við ikki færri enn 14 fylgisveinar, og tær máta millum annað lufttrýst, luftvætu og vindmegi. Veðurtæntastan varð yvirtikin í 2009, men nú, 11 ár seinni, eru veðurballónirnar, sum Arfinnur Thorsteinsson og onnur starvsfólk á Vørn senda upp um samdøgrið, høvuðsvirksemið hjá veðurtænastuni. Veðurballónirnar eru gjørdar úr tilevnaðum gummi, sum nevnist neoprene. Tilfarið er 0.051 mm tjúkt, tá ballónin er á jørðini, men tað verður einans 0.0025 mm, áðrenn ballónin brestur. Veðurballónirnar eru umleið tveir metrar í tvørmáti, tá tær eru klárar at senda avstað. Men tá tær eru komnar upp á 30 kilometra hædd, eru tær seks metrar í tvørmáti, áðrenn tær bresta, greiðir Anfinnur Thorsteinsson frá. Anfinnur skoðar veðrið, meðan hann bíðar eftir, at dagsins fyrsta veðurballón er klár. Hann hevur upplivað, at veðrið hevur verið so ringt, at tað ikki hevur borið til at sent veðurballónina avstað. Eingir politikarar eru við í innsløgunum, men summir borgarstjórar er firtnir um valini, sum Dagur og vika hava gjørt. Týsdagin skipaði Fíggjarmálaráðið fyri tíðindafundi í Kongshøll, men journalistarnir spurdi ikki, tað gjørdu afturfyri tveir andstøðupolitikarar. Georg L. Petersen, tíðindaleiðari í KvF, ivast í, um framløgan av fíggjarlógaruppskotinum verður send aftur næsta ár. Elin Mirjamsdóttir er eitt av vertsandlitunum í Degi og Viku. Trúvirði og forteljarahugur skulu eyðkenna eina Dag og viku vert. Regin Winther Poulsen, journalistur í New York, lýsir støðuna hjá amerkikansku pressuni upp undir forsetavalið. Gestir Elin Mirjamsdóttir, journalistur, Jacob Fauerby, sjónleikari, Árni Gregersen, journalistur, Georg L. Petersen, tíðindaleiðari KvF, Ingi Samuelsen, journalistur, Gerhard Lognberg, borgarstjóri Skopun og Regin Winther Poulsen, journalistur. Teknikari Øssur Egholm Lagt til rættis Øssur Winthereig Talan er um tveir danir og ein føroying. Føroyingurin er eisini ákærdur fyri at royna at smugla 12,7 kilo av hashi úr Íslandi í januar í fjør. Ákæruvaldið krevur eisini, at 182.000 krónur verða konfiskeraðar hjá tí eina manninum og ein bilur, sum er verdur 205.000 krónur, hjá einum øðrum, sigur Linda M. Hesselberg, varafúti, við Útvarpið. Tann eini maðurin játtar at hava roynt at innflyta amfetaminið til Føroya, men hann sigur, at hann var einsamallur um ta royndina. Vit keypa munandi meira á netinum nú, og við pakkastøðunum kring landið verður lættari at heinta pakkar, og samstundis kanst tú senda pakka frá tíðliga á morgni til seint á kvøldi. Tað er ógvuliga ymiskt, hvussu tað liggur fyri hjá fólki at tekna. Summi tekna pinnamyndir, onnur duga at fáa fleiri smálutir fram í sínum tekningum, men so eru eisini nøkur, ið hava heilt serlig evni. Mær dámar serliga væl at tekna papageykar, sigur Erla Jarnskor Ellingsgaard. Tað eru allar detaljurnar og litirnir, sum gera tað spennandi. Hon hevur teknað alt tað, hon minnist. Erla Jarnskor Ellingsgaard hevur gingið til tekning í fleiri ár, umframt at hon hevur lært seg sjálva. Fólkapensjónistar og fyritíðarpensjónistar skulu rinda 469 krónur meira í egingjaldi fyri at fáa fult tilskot. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Orsøkin til, at Glenn St hl ikki longur er venjari hjá NSÍ, er, at hann kravdi, at felagið setti ein venjara at taka sær av kropsligu venjingini í felagnum burturav. Men tað vildi felagið ikki, skrivar Glenn St hl í sínum facebook vanga, har hann finst hvassliga at NSÍ. Hann avsannar samstundis, at hann hevur kravt meir í løn. Ikki á nøktandi støði Sambært Glenn St hl, bað hann NSÍ um at seta Joakim Svedberg, sum hevur arbeitt fyri NSÍ síðsta vetur, at taka sær av kropsligu venjingini hjá spælarunum í felagnum frá U15 og upp ígjøgnum aldursbólkarnar. Svenski venjarin skrivar, at tað er neyðugt, tí kropsligar royndir, sum vóru gjørdar í november og desember í fjør vístu, at spælararnir vóru ikki á nøktandi støði kropsliga, hvørki tá tað kemur til skjótleika ella styrki. Støðið svaraði til tað í svensku 3. deild. Glenn St hl skrivar, at eftir at spælararnir høvdu vant eftir eini ætlan frá Joakim Svedberg í tríggjar mánaðir, høvdu teir tikið seg 10 prosent fram á kropsliga økinum. Neyðugt at fylgja við Skal føroyskur fótbóltur og NSÍ byggja víðari á framgongdina í evropeiskum fótbólti í ár, er neyðugt at økja og betra um venjingina millum annað ta kropsligu, skrivar Glenn St hl. Tokið fer av støðini nú, og HB og KÍ eru umborð og hava fulltíðarstarvsfólk, millum annað venjarar. Hvørja hugsjón hevur NSÍ, ella hevur felagið nakra, spyr Glenn St hl. Hann skrivar, at hann hevði avgjørt at siga upp eftir kappingina, um NSÍ ikki livdi upp til krøvini, sum kundu tryggja møguleikarnar hjá spælarunum at útvikla seg, men at NSÍ avgjørdi at siga hann upp beinavegin. Nepotisma Svenski venjarin finst at óprofessionalismu og nepotismu í felagnum, men sigur seg ikki vilja koma nærri inn á, hvat hann meinar, tí tað kann skaða spælararnar, sum hann rósar fyri viljan at læra og gerast betri. Eg kom til NSÍ fyri at menna ein spælistíl og fyri at vinna fótbóltsdystir og ikki fyri at gerast besti vinurin hjá øllum. Eg varð settur fyri at gera eitt arbeiði, men tað gjørdist ivaleyst ov professionelt fyrri summi, skrivar Glenn St hl á facebook. Í barnaútvarpinum fara Leivur, Aron, Beinir og Rókur at greiða frá. Teir eru orkestrið Jassarnir. Fyrsta staklagið er komið út og teir vunnu Stella Polaris kappingina fyri orkestur. Tórshavn, Ringvegurin Tórshavn, Frælsið Klaksvík, Stangarvegur Saltangará, Heiðavegur, Eysturoy Miðvágur, Vágar Gøtudalur, Eysturoy Vágur, Suðuroy Trongisvágur, Suðuroy Sandur, Sandoy Við Streymin, Eysturoy Vestmanna, Streymoy. Kanska er hann eitt offur sjálvur verður spurt í kjakinum um skaldsøguna Leksikon um ljós og myrkur , sum er nýggj klubbabók í Bókaklubba Sprotans. Marna Jacobsen, Eyðun Klakstein og Uni Holm Johannesen umrøða saman við vertinum Eilen Anthoniussen Leksikon um ljós og myrkur í okkara fyrsta Lesikróki. Játtanin til veðurtænastuna hækkar 3,2 milliónir krónur á fíggjarlógaruppskotinum næsta ár, so játtanin verður góðar átta milliónir krónur tilsamans. Veðurtæntastan varð yvirtikin í 2009, men nú, 11 ár seinni, eru veðurballónirnar, sum Arfinnur Thorsteinsson og onnur starvsfólk á Vørn senda upp tvær ferðir um samdøgrið, høvuðsvirksemið hjá veðurtænastuni. Harumframt verða veðurforsagnir lisnar á telefonsvarara fýra ferðir um samdøgrið, og so umsitur Veðurtænastan veðurstøðirnar í Akrabergi, Mykinesi, Fugloy, á Borðuni, Eiði og í Havn. Síðani í juli eru staðfestir millum 100 og 300 tilburðir um dagin, og sagt hevur verið, at svensku myndugleikarnir gjørdu tað rætta frá byrjan, og at smittan var um at hvørva. Men seinastu tíðina er smittan vaksin aftur. Smittuserfrøðingurin, Anders Tegnell, sigur, at nú breiðir smittan seg í familjum, og tí heitir hann á familjulimir um at halda seg heima í eina viku, um tey hava smittuna í familjuni. Myndugleikarnir upplýsa, at tað er serliga í høvuðstaðnum, Stokkhólmi, og har á leið, at smittan ger um seg, og at tað serliga eru fólk millum 20 og 60 ár, sum breiða smittuna. Veljarafundurin í Orlando í Florida í dag varð avlýstur, og spurningurin er nú, nær forsetin er nóg birgur at taka valstríðið uppaftur. Amerikansku myndugleikarnir mæla til at fólk, sum hava fingið koronu, eru í sóttarhaldi í 10 dagar. Og hóast forsetin einki merkir til sjúkuna í 14 dagar aftrat, so er óvist, um hann kann hitta veljararnar í fleiri býum, har ivin um valúrslitið er størstur. Fleiri slíkir fundir vóru settir á skránna. Verður forsetin álvarsliga sjúkur, má varaforsetin, Mike Pence, taka við sum forseti, tí grundlógin sigur, at um ein forseti ikki er førur fyri at røkja embætið, skal varaforsetin taka við. Tað hendi í november í 1963, tá Lyndon B. Johnson, varaforseti, tók við sum forseti, bert tveir tímar eftir at John F. Kennedy, forseti, varð myrdur. Forsetavalið verður 3. november, men eftir amerikansku skipanini, er valið longu byrjað í nøkrum statum. Og sambært grundlógini skal valið vera 3. november. Bara kongressin kann avgera at flyta valdagin. Skuldi tað hent, at valdagurin verður fluttur, so stendur kortini rimmarfast, at skeiðið hjá Donald Trump, forseta, endar 20. januar næsta ár. Týsdagin andaðist ein av stóru gittarhetjunum í føroyskum tónleiki. Saman við Jørgini Dahl, Leivi Thomsen og Óla Poulsen lýsa vit Hans Carl Hansen. Áhugin fyri ellisakførum er vaksandi, og serliga fyri teimum gomlu amerikanarabilunum. Vit fara ein biltúr við nýggja formanninum í felagnum Føroya Ellisakfør, Oliver Andreasen. Soleiðis sigur Katrin Ottarsdóttir, filmsleikstjóri og rithøvundur, sum nú hevur skrivað sína fyrstu skaldsøgu. Áður hevur hon skrivað tvey yrkingasøvn og tvey stuttsøgusøvn. Bókin Gentan í verðini snýr seg um eina 11 ára gamla, innhugsna smágentu, sum er og ferðast hjá ommuni og abbanum á bygd Eg síggi Sandoynna fyri mær . Hendan Gentan í verðini er mest saman við teimum vaksnu abbanum og ommuni, mostrini og gummuni, sum hava eitt margháttligt hússetur og samstundis stúrir hon nógv fyri, hvussu pápin og serliga viðbrekna og illsinta mamman hava tað í Havn. Tað liggur ein darrandi tóni av onkrum undir øllum kapitlunum, har sipað verður til ymiskt. So kann lesarin taka tað við sær og hugsa víðari, sigur Katrin Ottarsdóttir. Sjónarhornið er barnsins, og hóast Katrin Ottarsdóttir sigur seg ikki hava nakran boðskap við bókini, so sigur hon bókina vísa ta barnsligu verðina, sum vísir hvussu barnið sær tey vaksnu. Avmarkar tín kennskapur um fugl seg til likkurnar í Steinatúni í Havn, og kundi tú hugsað tær at fingið fugl sum áhugamál, so er hjálp at heinta her. Jón Aldará, lívfrøðingur, greiðir yvirskipað frá um fugl í Føroyum. Hann kemur millum annað inn á, hvør fuglur er at síggja um hesa tíðina í oktober, og hvar man kann fara fyri at síggja fugl. Vikuskiftissendingin var á gátt hjá Jón Aldará í Leynum. Mergjaðu orðini skrivaði Gutti Winther í einum facebookbólki fyri kameranørdar. Vikuskiftissendingin helt hetta vera so gott, at tað kundi ikki fara framvið, so vit settu Gutta stevnu í Hoydølum uttan fyri gomlu kantinuna. Til prátið hevði Gutti borðreitt við átta rættum, sum innihildu piparrót. Tað er vanligt at eta piparrót í norðurlondum, men tað gera tey eisini og serliga í Eystur Europa, sigur Gutti. Til høvið hevði Gutti borðreitt við snapsi, hann sjálvur hevið gjørt úr ektaðum russiskum vodka, ið hann hevði koyrt ber í, sum hann sjálvur hevði heintað. Hoyr okkum smakka rættirnar í innslagnum. Í sendingini sendu vit eina skerda versión av innslagnum. Her er so innslagið í fullari longd. Sí eisni myndareportasju niðanfyri. Ger so væl. Bogi Andreassen er stjóri í Reinsaríinum, og tað hevur hann verið øll seks árini. Vikuskiftissendingin var á gátt í Reinsaríinum fyri at fregnast um, hvørji útlitinin eru hjá Reinsaríinum í framtíðini. Í sambandi við føðingardagin verður forkunnug konsert í Reinsaríinum leygarkvøldið við Halli Joensen, Lenu Andersen og Ragnar Finson. Hoyr innslagið her. Ja, vit hava verið og vitjað Jassarnar. Eitt sera gott rokkorkestur. Teir fýra dreingirnir eru 12 og 13 ár, og hava gjørt eitt lag. Livin through a beat. Tað fara vit eisini at hoyra. Gunnhild Dahl Niclasen í Haraldssundi er nývald í Umboðsráðið við tí greiðu hugsan, at Betri samtakið hevur eina samfelagsskyldu til at vera grønari og hugsa um okkara eftirkomarar. Tað kemur illa við hjá mongum, at landsstýrið ætlar at seta egingjaldið á heilivági upp við góðum 80 prosentum úr 2.100 krónum upp í 3.800 krónur um árið. Bára Joensen er lesandi og hevur typu 1 diabetes. Tað verður dýrari fyri samfelagið seinni, um heilivágurin verður so dýrur, at fólk aftra seg við at keypa hann. Tað sigur Jens Andreasen, yvirlækni á Diabetesambulatoriinum. Hann óttast, at hetta kann føra til ógvusligar fylgisjúkur. Landsstýrismaðurin í Heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, sigur, at tað er neyðugt at hækka inngjaldið til Heilsutrygd og at hækka egingjaldið fyri heilivág, tí annars fer botnurin undan skipanini. Í vikuni andaðist Hans Carl Hansen, einans 65 ára gamal. Hans Carl Hansen hevur verið ein undangongumaður í rútmiskum tónleiki her heima, og hann hevur verið ein fyrimynd fyri sítt eyðkenda gittarspæl. Saman við Jørgin Dahl, Óla Poulsen og Leivi Thomsen minnast við Hans Carl Hansen. Vit spyrja, hvussu hann var sum menniskja og gittarspælari, og vit lýsa, hvønn týdning hann hevði fyri rútmisku tónleikasøguna í Føroyum. Sambært lógaruppskoti frá Almannamálaráðnum fer lønarískoytisskipanin at lækka, og tað merkir, at lønin verður skerd hjá teimum sum bera tílík brek, ið ávirka teirra arbeiðsførleika. Lógaruppskotið frá Almannamálaráðnum leggur upp til, at markið fyri ískoyti frá tí almenna til fólk, sum hava tillagað starv, minkar frá 22.000 krónum um mánaðin til 19.900 krónur um mánaðin. Hendan broytingin rakar tey harðast, sum bera tey brekini, ið niðurseta arbeiðsførleikan mest, tí tey fáa ein stóran part av lønini sum ískoyti. Hevur ein hinvegin 50 arbeiðsføri, so skal ein vinna umleið 40.000 krónur um mánaðin, áðrenn broytingin rakar. Hin broytingin, sum Almannamálaráðið vil seta í verk, er galdandi fyri nýggj størv, har tað verður byrjað at mótrokna í inntøkuni hjá hægri løntum beinavegin. Tá missir ein, sum vinnur 40.000 krónur um mánaðin við 50 arbeiðsføri næstan 9.000 krónur um mánaðin, fær viðkomandi nýtt starv. Sambært CNN, so skal avgerðin at innleggja forsetan síggjast sum, at tey Hvítu húsini taka mest møguligt fyrivarni, og tí hava tikið avgerðina at innleggja forsetan. Donald Trump byrjaði at fáa lættari sjúkueyðkenni hósdagin beint eftir, at hann hevði avdúkað, at hann og konan vóru farin í sóttarhald mikudagin. Tíðindini um, at Donald Trump er smittaður koma júst ein mánað áðrenn sjálvt forsetavalið í USA, har hann dystast við demokratin Joe Biden. Joe Biden heitti tó á øll um at standa saman í stríðnum móti koronasmittuni í kjalavørrinum á, at tað kom fram, at Donald Trump er smittaður. Hetta hendi í sambandi við ein veljarafund í Michigan fríggjadagin. Vit kunnu fáa tamarhald á hesari farsóttini, so vit kunnu fáa búskapin aftur á glið til frama fyri øll, segði Biden við tíðindafólk í Grand Rapids. Eg havi fingið staðfesti korona. Mikumorgunin merkti eg mild skjúkutekin snorgron og skríða í hálsinum. Eg tók eingin óráð fyri, so eg fór heim at arbeiða. Nú havi eg so fingið svar uppá mína kanning, og svarið var positivt, skrivar also danski fólkatingslimurin Bjørn Brandenborg á síni facebook síðu. Bjørn Brandenborg er framsøgufólk í gransking og útbúgving fyri Socialdemokraterne, og so er hann eisini formaður í skattanevndini hjá Fólkatinginum. Amerikanski miðlar eitt nú New York Times boða frá, at í minsta lagi níggju persónar, sum arbeiða í Hvítu húsunum ella sum nýliga hava vitjað har, hava fingið staðfest korona. Hesi eru partur av smittuketuni hjá forsetanum, Donald Trump, sum nú hevur fingið staðfest korona og sum kunnigt er innlagdur á Walter Reed sjúkrahúsið í høvuðsstaðnum. Tey smittaðu eru umframt Donald Trump, forseti, og kona hansara Melani Trump, Hope Hicks, ráðgevi, republikansku senatorarnir Mike Lee og Thom tilis, fyrrveerandi ráðgevin hjá Trump kellyanne Conway, Bill Stepien, sum stendur á odda fyri valdystinum hjá Trump, Ronna McDaniel, formaður í Republikanska flokkinum, og John I jenkins, rektor á universitetinum í Notre Dame. Hvítu húsini boða frá, at farið er undir arbeiði at spora øll sambondini hjá forsetanum, men tað verður ikki lætt, tí Trump hevur verið sera virkin vikuna áðrenn hann fekk staðfest korona. Tað er ein framíhjárættur at sleppa at spæla í týsku Bundesliguni, sum verður roknað sum sterkasta hondbóltsdeild í heiminum. Tað sigur Jóhann á Plógv Hansen, sum nú spælir við týska felagnum Hannover Burgdorf, og herfyri gjørdist fyrsti føroyingurin í Budesliguni í hondbólti. Og bæði føroyski høgri vongurin og felag hansara fingu eina flúgvandi byrjan, tí TSV Hannover Burgdorf vann fyrsta dystin í hesum kappingarárinum við 26 25 móti GWD Minden. Trý høvuðsnøvn eru á skránni í Jambalaja í dag. Vit spæla løg úr eini dygdarútgávu hjá Alecia Nugent, sum hevur hildið ein støðg í 10 ár frá countrytónleikinum. So koma vit inn á, at tað nú eru 95 ár síðan Gran Ole Opry byrjaði at senda. Og at enda spæla vit sangir hjá Shell Silverstein, nú farin eru 90 ár síðan hann varð borin í heim. Hvussu umfatandi sexisma er, og hvat sexisma er, sýnist ikki greitt. Hvør er munurin á gerandissexismu, strukturellari sexismu og beinleiðis ágangi ella harðskapi Og kunnu vit yvirhøvur tosa um eina sexistiska mentan Hvat leggja vit í okkara børn sum foreldur og samfelag Og síðst, men ikki minst, hvussu sleppa vit av við sexismu, um tað yvirhøvur ber til. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna í Almannamálum, varðar av lønarískoytisskipanini, sum sambært fíggjarlógini fyri 2021 skal skerjast. Landsstýriskvinnan sigur, at kostnaðurin hjá landinum í samband við tillagaði starv er alt ov høgur, og broytingarnar eru tí ein liður í at tálma útreiðslurnar hjá landskassanum. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna í Almannamálum, varðar av lønarískoytisskipanini, sum sambært fíggjarlógini fyri 2021 skal lækkast. Landsstýriskvinnan sigur, at kostnaðurin hjá landinum í samband við tillagaði starv er alt ov høgur, og broytingarnar eru tí ein liður í at tálma útreiðslurnar hjá landskassanum. í lønarískoytisskipanini ger, at tú framhaldandi ger mun á fólki, sum eru í einum tillagaðum starvi, tí tey bera brek, og øðrum, sum ikki bera brek. Og tað er sera harmiligt signal at senda, heldur Tóra við Keldu, forkvinna í Megd, sum arbeiðir fyri javnrættindum fyri tey, sum bera brek. Aðrar raðfestingar, sum Mentamálaráðið hevur í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2021, eru hálv millión til Google Translate, 450.000 krónur til trivnaðaráðgeva hjá Námi. Trivnaðarráðgevin skal menna átøk, sum skulu steðga happing í skúlanum. Eisini forsetafrúan, Melania Trump, hevur korona. Hennara heilsustøða er, sambært forsetanum, betri enn hansara. Aldursmunurin kann vera ein orsøk til tað, metir 74 ára gamli forsetin um sína 24 ár yngri konu. Í apríl næsta ár er Veðurstova Føroya farin til verka, um tær 3,2 milliónir krónurnar, sum eru játtaðar til endamálið á fíggjarlógaruppskotinum, fáa frið at standa. Tað sigur Hanus Kjølbro, sum er talsmaður fyri Veðurmenningbólkinum, sum í fjør handaði táverandi landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Høgna Hoydal, eina frágreiðing og eitt tilmæli um dagførda, nøktandi og útbygda veðurtænastu í Føroyum. Í Veðurmenningarbólkinum eru umframt tann veðurkøna Hanus Kjølbro, Rúnar Alix Rasmussen, veðurfrøðingur, sum er formaður, Bárður A. Niclasen, lektari í alisfrøði, Ph.d. á Fróðskaparsetri Føroya, Andras Marr Poulsen, tilbúgvingarsamskipari í Fiskimálaráðnum og Jóannes Heimustovu, samskipari í Vørn. Gjaldstovan hevur biðið um tilboð uppá tryggingar fyri øll akfør hjá landinum, sum skulu hava ábyrgdartrygging sambært ferðslulógini. Adrian Justinussen, Hilmar Leon Jakobsen og Øssur Dalbúð skutu málini, tá HB vann tryggan heimasigur á Skála, og økti um leiðsluna í bestu deildini. Oddaliðið legði seg framum í fyrra hálvleiki, og hevði tamarhald á meginpartin av dystinum. Í seinna hálvleiki staðfestu Hilmar Leon Jakobsen og Øssur Dalbúð sigurin, og nú er HB átta stig fremst í Betri deildini. NSÍ hevur tikið annað plássið Nýtt lið á 2. plássi er NSÍ, sum segði svenska venjaran, Glenn St hl, upp fyrr í vikuni. Jens Martin Knudsen og Poul Helgi Jacobsen, sóu Petur Knudsen leggja NSÍ framum móti AB, tá átta minuttir vóru spældir, og beint fyri steðgin økti Jesper Christiansen til 2 0. AB minkaði um munin í seinna hálvleiki, men tað var í yvirtíðini, og heimaliðið kláraði ikki at spæla seg til útjavnandi málið. Tennistøl við Margáir B36 reisti seg eftir tapið í grannauppgerðini móti HB við sigri á Skála, og teir tóku enn eitt fet rætta vegin við stórsigri á EB Streymi við Margáir. Útiliðið skeyt seg framum 4 0, áðrenn 20 minuttir vóru leiktir. EB Streymur minkaði um munin við brotssparki, men B36 svaraði aftur til hálvleiksstøðuna, 5 1. Í seinna hálvleiki minkaði EB Streymur aftur um munin, men seint í dystinum skoraði Stefan Radosavljevic til 6 2, sum eisini varð úrslitið. Í gjár spældu TB og ÍF, og tann dysturin endaði við 1 1 javnleiki. HB Skála, 3 0 Tórsvøllur 1 0 Adrian Justinussen, 24 minuttir 2 0 Hilmar Leon Jakobsen, 64 minuttir 3 0 Øssur Dalbúð, 86 minuttir AB NSÍ, 2 1 í Vika 0 1 Petur Knudsen, 8 minuttir 0 2 Jesper Christiansen, 42 minuttir 1 2 Bartal Petersen, 90 1 EB Streymur B36, 2 6 við Margáir 0 1 Andrass Johansen, 5 minuttir 0 2 Eli Falkvard Nielsen, 9 minuttir 0 3 Ragnar Samuelsen, 15 minuttir 0 4 Stefan Radosavljevic 20 minuttir 1 4 Niklas Kruse, 35 minuttir br. 1 5 Andreas Thomsen, 37 minuttir 2 5 Niklas Kruse, 58 minuttir 2 6 Stefan Radosavljevic 80 min. Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur sett nevndina av nýggjum, eftir at trý ára skeiðið hjá fyrstu Miðlastuðulsnevndini er runnið. Høvuðsuppgávan hjá nevndini er at býta út tann stuðul, sum verður settur av á fíggjarlógini til privatar tíðindamiðlar. Á fíggjarlógini fyri 2020 í ár eru settar tvær milliónir krónur av til henda stuðul, og sama upphædd er sett av í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2021. Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur boðað frá, at leisturin, ið verður brúktur til at býta út stuðulin, skal broytast. Og tað verður so ein uppgáva hjá Miðlastuðulsnevndini at vera við til tað arbeiðið. Búskapar og Løgfrøðingafelagið, Føroysk Miðlafólk og Fróðskaparsetrið velja hvør sín lim og varalim í nevndina. Sambært miðlastuðulslógini skal umboðið fyri Búskapar og Løgfrøðingafelagið vera formaður í nevndini. Í Miðlastuðulsnevndini, sum er vald fyri næstu trý árini, sita nú Eirikur í Jákupsstovu fyri BLF, Beate L. Samuelsen fyri Føroysk Miðlafólk og Rógvi Olavson, valdur av Fróðskaparsetrinum. Tóra Tóroddsdóttir er 66 ár, fødd og uppvaksin í Norðurlandinum í Íslandi. Hon er útbúgvin fysioterapeutur við serkunnleika innan sansaskipanina, og eisini rithøvundur, undirvísari og týðari. Umframt at velja tónleikin í sendingini greiðir Tóra millum annað frá sínum uppvøkstri og arbeiði við rørslumenning og sansaskipan hjá føroyskum børnum. Annað er lógaruppskotið hjá landsstýriskvinnuni í almannamálum, sum skal tryggja løntakarum í sóttarhaldi og arbeiðandi fólkapensjonistum løn í tíðarskeiðinum, sum tey eru í sóttarhaldi vegna korona. Lógin tryggjar eisini, at skipanin við afturrindan av lønarútreiðslum til arbeiðsgevarar á privata arbeiðsmarknaðinum heldur fram. Hesi viðurskifti hava verið tryggjað í trimum undanfarnum lógum, sum tó nú eru farnar úr gildi. Tí er neyðugt við nýggjari lóg. Uppskotið varð einmælt samtykt við 2.viðgerð, tó við tí broyting, at lógin skal fara úr gildi aftur 1. mars 2021. Áðrenn var eingin slík dagfesting. Hin 3.viðgerðin snýr seg um at nágreina grein 119, stykki1 í revsilógini. Lógarbroytingin er løgd fyri tingið, eftir at Føroya Rættur í februar frídømdi ein persón, sum var ákærdur fyri brot á grein 119, stykki 1, sum við harðskapi hevði gjørt seg inn á løgreglumann í tænastu. Í dóminum var grundgevingin fyri frídømingini, at lógarteksturin var ikki nóg neyvur til, at ákærdi kundi revsast eftir ásetingini. Eisini hetta lógaruppskotið varð einmælt samtykt við 2.viðgerð. Føroyagrunnurin eigur 32,7 prosent av JFK samtakinum. Og grunnurin eigur eisini partafelagið Norðoya Íløgufelag, sum millum annað eigur í Tavuni í Leirvík. Í morgun klokkan níggju heldur semingsroyndin fram í sáttmálatrætuni millum sjúkrarøktarfrøðingar og Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum. Nú eru góðar tvær vikur síðani, Semingsstovnurin varð boðsendur, tí Fíggjarmálaráðið og felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum ikki funnu semju um nýggjan sáttmála. Sáttmálin millum Felag føroyskra sjúkrarøktarfrøðinga og Lønardeildina fór úr gildi fyri einum góðum ári síðani, tann 1.oktober í fjør. Í ársfrágreiðingini sigur leiðslan í felagnum, at korona trýstir fiskaprísirnar niður, og tað fer at ávirka úrslitið hjá reiðarínum í ár. Talið er størri í mars í ár enn í mars í fjør, tað er minni í apríl og mai, men størri aftur í juni, minni í juli og størri í august og september. Donald Trump, forseti, er fyri ákoyringum, tí hann í gjár fór ein biltúr at heilsa upp á stuðlar sínar, sum standa uttan fyri Walter Reed sjúkrahúsið, har forsetin er innlagdur við koronu. Ein lækni á sjúkrahúsinum sigur alment, at tað er ábyrgdarleyst av forsetanum, sum er sjúkur, at biðja trygdarfólk hjá sær koma við sær í bilin, tí smittuvandin í einum so innibyrgdum staði, sum í einum bili, er stórur. Alment hevur umsitingin í Hvítu Húsunum tó sagt, at neyðugu stigini vórðu tikin fyri at tryggja, at alt gekk rætt fyri seg, og at støðan var trygg. Donald Trump varð lagdur inn á sjúkrahúsið við koronu í síðstu viku. Hann hevur verið illa fyri hesar dagarnar, og hevur millum annað havt tørv á súrevni. Hann hevur eisini fingið sterkan heilivág í viðgerðini. Viðgerðin hevur eftir øllum at døma gingið væl, og tosað verður um, at forsetin møguliga verður útskrivaður í dag. Danski miðilin, Check in, sum fylgir flogvinnuni, skrivar, at í greining av støðuni hjá SAS, verður avtøka av felagnum nevnd sum ein møguleiki, fæst ikki neyðug fígging. Mett verður, at tørvur er á tilsamans átta og einari hálvari milliard krónum. Henda mánaðin skulu einar tríggjar milliardir krónur útvegast. SAS flýgur eisini til Føroya, men herfyri kunngjørdi SAS, at tey gevast við flúgvingini millum Keypmannahavn og Vágar fyribils, men at hon verður tikin uppaftur næsta ár. Longu í hesi vikuni ella í seinasta lagi í næstu viku fer landsstýrið at koma við einum boði um, hvussu Suðuroyarsiglingin skal skipast í framtíðini. Erhard Joensen, tingmaður í Sambandsflokkinum og tí eisini í samgonguni, segði við Útvarpið í síðstu viku, at farmur nú kemur fram um alt annað. Samanborið við sama ársfjórðing í fjør, var umsetningurin fyri matvørur og alkoholfríar drykkjuvørur og húsbúnað og húsarhaldsútgerð heili 14 prosent størri í ár, og umsetningurin fyri klædnavørur og fótbúnað var sjey prosent størri. Tí skal berghol gerast til Vestmanna fyrst, áðrenn berghol verður gjørt í Gøtudali, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum. Fimm milliónir krónur eru settar av í 2022 og 15 millionir í 2023 til farleiðina til Vestmanna. Sambært búskaparfrágreiðingini verða pengar eisini játtaðir árini 2024 2027. Sambært samferðsluætlanini verður ikki mett at vera neyðugt at broyta farleiðina til Vestmanna við verandi ferðslu og framkomuleika. Ætlaða broytingin í løgtingslógini um tillagað starv er ein nullstilling av lógini frá 2017, sum skuldi gera tað áhugaverdari at verða verandi á arbeiðsmarknaðinum. Tað heldur Michael Feldballe, sum er í holt við at skriva Phd ritgerð, við heitinum Socialpolitik p Færøerme effekterne af arbejdsfremmende tiltag. Hann heldur, at lógarbroytingin eggjar ikki fólki við skerdum førleika at vera á arbeiðsmarknaðinum, og hjá teimum, sum eru á arbeiðsmarknaðinum, verður torførari at fáa sær annað starv. Peningurin skal brúkast til eina verkætlan at týða 200.000 enskar setningar til føroyskt, so føroyskt verður ein partur av Google Translate. Arbeiðið, sum skal gerast í Føroyum, er longu byrjað. Sprotin stendur fyri at týða setningarnar, og nú skulu forrit og annað gerast. Oktober er altjóða ADHD mánaður. Føroyska ADHD felagið hevur valt at kalla mánaðin ADHD tilvit, har tey allan oktober fara at deila ymiskar frumsagnir um ADHD hvat er rætt og hvat er rangt. Ynski er, at skapa eina rætta mynd av lívinum við ADHD, og tí fara fleiri fólk komandi mánaðin at fortelja sína søgu við ADHD. Ein av teimum sum í løtuni setir andlit á ADHD, er løgtingsmaðurin, Erhard Joensen. Erhard var 52 ára gamal, tá hann fekk staðfest diagnosuna ADHD. Hann sigur soleiðis um løtuna, har hann fekk tað staðfest Eg var sera bilsin, tá eg fekk tað at vita. Eg hevði ikki peiling av, hvat ADHD var fyri nakað. Eg setti meg at lesa, og tað var skjótt at eg kendi øll eyðkennini aftur í mær sjálvum. Erhard hevur valt at traðka fram við sínari søgu, tí hann upplivir eina larmandi tøgn um evnið. Hann vil vera við til at skapa eina rætta mynd av lívinum við ADHD. Meirilutin í Fíggjarnevndini, samgongan og Sjálvstýri, tekur ikki undir við uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum at lata 1,6 milliónir krónur í eykajáttan til yngri læknar. Meirilutin heldur, at spurningurin um fleiri pengar til yngri læknar eigur at verða viðgjørdur saman við uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2021. Kristina Háfoss í Tjóðveldi og Ruth Vang í Framsókn taka undir við uppskotinum, men vilja ikki taka pengar frá uttanríkistænastuni til sendistovu í Ísrael. Ljóskurvar eru settar upp, og tunga ferðslan sleppur ikki at koyra ígjøgnum økið fyrr enn eftir klokkan 22 um kvøldið, sigur kommunan. 86 ára gamli Eilif Samuelsen hevur týtt 16 bøkur seinastu 16 árini. Og tað eru ikki hissini bøkur, hann hevur umsett við telduna undir væðingini í heimi sínum. Hann arbeiðir hvønn dag, bæði fyrrapart og seinnapart. Sjálvur kallar hann tað ikki arbeiði, tí hann ger tað av berum áhuga. Hoyr samrøðuna við Eilif Samuelsen um nýggjastu bókina Retorikkur, sum upprunaliga er skrivað góð 300 ár fyri Kristi føðing, og nú er latin í føroyskan málbúna. Í hesum sendingum siga fólk frá ymiskum, teimum hevur verið fyri í barna og unglingaárum í eini tíð, tá ið Føroyar vóru annað oyggjasamfelag, enn tær eru í dag. Av tí at fleiri av gerandishendingunum, sum sagt verður frá, fóru fram fyri nærum 100 árum síðani, er nógv bæði øðrvísi og hugtakandi at hoyra um. Í hesum sendingum siga fólk frá ymiskum, teimum hevur verið fyri í barna og unglingaárum í eini tíð, tá ið Føroyar vóru annað oyggjasamfelag, enn tær eru í dag. Av tí at fleiri av gerandishendingunum, sum sagt verður frá, fóru fram fyri nærum 100 árum síðani, er nógv bæði øðrvísi og hugtakandi at hoyra um. Skúvoy er umleið 12 ferkilometrar til støddar og bygdin hevur sama navn sum oyggin. Skiparin á strandfarabátinum Sildberanum, Richard Hentze, sigur, at atløgubryggjan í Skúvoy man vera tann ringasta í Føroyum. Í handlinum hjá Meinhardi verða dagsins evni umrødd. Ofta eru tað evni, sum hava verið í tíðindunum í Útvarpinum, sigur Meinhard Hentze. Ein av teimum, sum eru í handlinum í dag. er Thomas J. Thomsen. Hann hevur verið nógv burtur í seinastuni, tí hann hevur verið sjúkur. Seinnapartin av sumrinum í ár var nógvur lundi í Skúvoy. Og verður líka nógvur lundi aftur næsta ár, heldur Harry Jensen, at fólk eiga at fáa møguleikan at taka sær nakrar lundar aftur. Kortini ikki óavmarkað, men at øll kunnu fáa eitt sindur. Fyri eini 15 árum síðani góvust skúvoyingar at veiða lunda, tí eingin lundi var og á grannastevnu fyri eini fimm árum síðani varð viðtikið, at loyvt var ikki at veiða lunda. Nú er so støðan broytt, heldur Harry. Inga Tórarenni hevur verið á seiðabergi og fingið nógvan og góðan seið. Nú ger hon seiðaknettir við nógvari tálg og fær 40 stórar frikadellir burtur úr. Hon ætlar sær aftur á seiðaberg í morgin. Hetta er døgurði sum man fær fyri einki , sigur hon væl nøgd. Inga keðir seg ikki eina løtu. Hon hevur seyð og onnur kríatúr og dagliga gongur hon langar túrar í náttúruni og hon tekur nógvar myndir. Fólk eru sera glað fyri mínar náttúrumyndir úr oynni , sigur Inga Tórarenni. Meinhard Hentze greiðir frá gamla kirkjugarðinum úti í Ólansgarði, har fyrsta búsetingin í Skúvoy var og Sigmundur bygdi eina kirkju. Sigmundur er eisini grivin í Ólansgarði og her stendur gravsteinur sum minni um hann. Meinhard greiðir eisini frá einum havnarmanni í Skúvoy, sum framdi eitt bragd, og frá einari konu, sum varð løgd undir at duga gand. Ein av ungu monnunum í Skúvoy er John Joensen, sum býr í Leirvík og arbeiðir á Høvdavirkinum. Hvørja ferð møguleikin er, kemur hann út í oynna og nú ger hann klárt at fletta. John er 34 ára gamal og hann saknar tey ungu á sínum aldri. Tá hann gekk í skúla í Skúvoy, vóru tey 14 skúlabørn. Nú er einki skúlabarn. Í skýmingini fara Harry Jensen og útvarpsverturin til gongu út í Berg at taka líra, sum er ungin hjá skrápi. Lírin kemur úr holuni tá tað er myrkt og við lummalykt er lætt at fáa fatur á honum. Veiðan eftir líra var blivin so nógv, at skúvoyingar gjørdu av at seta kvotu á. Nú er kvotan 100 lírar fyri hvørt húsarhald og tað eru fólk nøgd við, heldur Harry Jensen. Líri er væl dámdur matur og fyri fólk kring landið er hann sera forkunnugur, tí nógv mest er av honum í Skúvoy og so eitt sindur í nøkrum øðrum plássum. Í hesum fyrra partinum av túrinum í Skúvoy eru hesi fólkini Richard Hentze, Meinhard Hentze, Thomas J. Thomsen, Harry Jensen, Inga Tórarenni og John Joensen. Í hesum sendingum siga fólk frá ymiskum, teimum hevur verið fyri í barna og unglingaárum í eini tíð, tá ið Føroyar vóru annað oyggjasamfelag, enn tær eru í dag. Av tí at fleiri av gerandishendingunum, sum sagt verður frá, fóru fram fyri nærum 100 árum síðani, er nógv bæði øðrvísi og hugtakandi at hoyra um. Frásøgufólk hesaferð er Anne Lise Gaardlykke Sostatt verða eingir áhoyrarar til nýggjárskonsertina í januar, og dentur verður hesaferð lagdur á at gera eina serstaka sjónvarpsframleiðslu. Tað verða ikki bara áhoyrararnir, sum ikki verða til staðar, tá árliga nýggjárskonsertin verður í januar, tí heldur einki kór verður á konsertini. ÍSF hevur fyrr víst á, at neyðugt er við eini játtan upp á 1,5 milliónir krónur, skal ítróttarvirksemið ikki verða skert 11 prosent. Londini í útnorði hava tað í felag, at tey hava hoyrt undir danska ríkið. Í dag verða gomul hierarki endurskipað og roynt verður at seta jøvn samstørv í verk. Tað er høvuðsniðurstøðan í bókaverki um tað nýggja útnorður. Vit tosa við Maluna Marnersdóttir, professara, og Berg Rønne Moberg, lektara, sum hava hvør sínar stóru leiklutir í sambandi við útgávuna. Retorikkur eftir Aristoteles er nýggjasta týðingin hjá 86 ára gamla Eilifi Samuelsen, sum seinastu 16 árini hevur umsett 16 bøkur. Vit fara á gátt heima hjá Eilifi. Tá barrirnar í franska høvuðsstaðnum lata aftur í kvøld, verða tær fyribils stongdar í tvær vikur, hevur stjórnin í landinum boðað frá. Bara í gjár vórðu 12.565 tilburðir aftrat staðfestir í landinum, og myndugleikarnir stúra nú fyri einari nýggjari aldu av smittutilburðum. Avmarkingarnar í París verða settar í verk, nú talið av smittaðum er farið upp um 250 fólk fyri hvørji 100.000 fólk, samstundis sum minst 30 prosent av øllum seingjarplássum á intensiv deildum eru løgd av til COVID 19 sjúklingar. Matstovur í París sleppa kortini at hava opið, og tær matstovurnar, sum eisini skeinkja rúsandi løg, skulu skráseta allar kundarnar fyri at gera smittusporingina høgligari, verður tað neyðugt. Eisini har suðuri í Fraklandi hava myndigleikarnir sett tiltøk í verk. Í Marseilles vórðu allar matstovur, barrir og ølstovur latnar aftur í síðstu viku, skrivar BBC News. ÍVB HB, 2 4 í Fløtugerði 0 1 Kára Djurhuus, 28 minuttir 0 2 Jónva Hentze, 34 minuttir 1 2 Rakul Sørensen, 37 minuttir 1 3 Julia Naomi Mortensen 53 minuttir 1 4 Kára Djurhuus, 60 minuttir 2 4 Hanna Isaksen Højgaard, 90 2 B36 NSÍ, 1 0 Ovari Vøllur 1 0 Hanna Jacobsen, 8 minuttir EBS Skála KÍ, 1 2 undir Mýruhjalla 1 0 Sára Magnussen, 42 minuttir 1 1 Malena Josephsen, 53 minuttir 1 2 Sanna Svarvadal, 72 min. Tað eru góðar tvær vikur síðani, at Semingsstovnurin varð boðsendur, tí Fíggjarmálaráðið og felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum ikki funnu semju um nýggjan sáttmála. Sáttmálin gekk út fyri einum ári síðani, 1. oktober í fjør. Í Klaksvík hevur ósemja stungið seg upp um ætlaða Húsarhaldsskúlan, sum kommunan hevur givið loyvi til at staðseta her beint norðan fyri Betesda og beint eystan fyri Nólsoyarpáls húsini. Archibald Black heldur, at kommunan er í ferð við at oyðileggja miðbýin Fólk skulu nú ikki longur kanna seg fyri korona á Landssjúkrahúsinum, men hjá Smyril Line á eystaru bryggju, og tað er Thetis, sum frá í dag stendur fyri øllum potingunum Fyri at spara pengar ætlar landsstýrið at skerja lønarískoytið til fólk í tillagaðum starvi. Og so skal skipanin eisini broytast fyri tey, sum nú koma inn í hana. Klokkan eitt í nátt gav Semingsstovnurin Lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum og felagnum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum eitt semingsuppskot um sáttmála fyri tann, sum fór úr gildi fyri einum góðum ári síðani. Hann er farin aftur í Hvítu húsini, har hann framhaldandi fær viðgerð fyri koronu, hóast forsetin sjálvur royndi at leggja dent á, hvussu væl hann er fyri. Lækni forsetans, Sean Conley, segði við miðlar í gjár, at forsetin er ikki frískur enn, og at læknar skulu vera hjá honum í Hvítu húsunum. Forsetin sjálvur sigur seg vera til reiðar at taka valstríðið uppaftur, men lækni hansara var ikki so avgjørdur um tað, tá hann varð spurdur. Tá útbúgvingin byrjaði, var talan um eina tvey ára diplomútbúgving, men nú er hon uppstigað til eina bachelorútbúgving, sigur Fróðskaparsetrið. Mentamálaráðið góðkendi í summar útbúgvingina í listaligum arbeiði sum eina fulla bachelorútbúgving. Sostatt er tað nú fyri fyrstu ferð gjørligt at taka eina fulla listaliga útbúgving á BA stigi í Føroyum. Tvær leiðir eru á útbúgvingini, ritlist og tónlist. Undirvísarar eru akademikarar og listafólk. Tikið verður upp til útbúgvingina aftur í 2021. Felagið skal røkja listaligu, starvsligu og upphavsrættarligu áhugamálini hjá limunum, og umboða limirnar í felagskapum og í nevndum og í sáttmálasamráðingum og fíggjarsamráðingum við arbeiðsgevarar. Felagið skal eisini menna palllistafakligu møguleikarnar og førleikarnar hjá limunum við tvørfakligum samskifti og samstarvi, og arbeiða yvirskipað og langskygt fyri at styrkja støðuna hjá palllistini í samfelagnum. Í fyrstu nevnd felagsins eru Annfinnur Heinesen, leikstjóri, Birita Adela Davidsen, operasangari, Edith Dahl Jakobsen, musicalsangari, Jón Thorsteinsson, dramaturgur og rithøvundur, Kristina Sundar Hansen, sjónleikari, Laura Joensen, sjónleikari og Rúna Volmarsdóttir Højgaard, koreografur og dansari. Vit fara ein biltúr við nýggja formanninum í felagnum Føroya Ellisakfør, Oliver Andreasen, sum sjálvur eigur ein silvurgráan Rolls Royce frá 1970 og ein Chrysler Imperial frá 1959 . ES Í innslagnum verður sagt, at gamli Bedford lastbilurin er elsta koyrandi akfar í brunninum, men tá kannað varð nærri, vísti tað seg at ein Ford A persónbilur frá 1930, sum koyrir, eisini heldur til har. So hesin er tann elsti. Elsta koyrandi ellisakfar í øllum landinum er ein Ford T persónbilur á Vatnsoyrum, sum er frá 1927. Kristina Háfoss, løgtingskvinna, fekk ikki svar frá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, tá hon spurdi hann, um almenna lønarskipanin verður endurnýggjað. Í undanfarna valskeiði varð arbeitt við at fáa í lag samstarv millum fakfeløg og landið um at endurnýggja almennu lønarskipanina, sigur Kristina Háfoss. Men arbeiðið bar ikki á mál. Jørgen Niclasen svarar, at lægsta almenna mánaðarlønin sambært sáttmála er í løtuni 20.633 krónur Tað er sambært sáttmála við Havnar arbeiðskvinnufelag frá 2018. Afturat koma 15 prosent í eftirløn. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum, sigur, at tað er ein trygdarspurningur, sum ger, at Vestmannatunnilin er raðfestur framman fyri Gøtudalstunnilin. Klokkan tvey í morgin skulu Lønardeildin og felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum svara Semingsstovninum, um tey taka av semingsuppskotinum, sum tey fingu í nátt. Tað vanliga er at gera broytingar í gamla sáttmálanum. Men hetta semingsuppskotið er øðrvísi, tí her er talan um heilt nýggjan sáttmála. Fríggjadagin í næstsíðstu viku varð Semingsstovnurin boðsendur, tí Fíggjarmálaráðið og felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum ikki funnu semju um nýggjan sáttmála. Sáttmálin millum Felag føroyskra sjúkrarøktarfrøðinga og Lønardeildina fór úr gildi fyri einum góðum ári síðani, tann 1.oktober í fjør. Ein 46 ára gamal maður varð í Føroya rætti í dag dømdur treytaleysa fongsulsrevsing í tvey ár og níggju mánaðir fyri svik og skjalafalsan fyri fimm milliónir krónur Bjørn á Heygum, advokatur, sum er verji hjá dømda manninum, sigur, at teir hava 14 dagar at taka støðu til, um dómurin skal skjótast inn fyri hægri rætt. Fyrrverandi liðskiparin á landsliðnum, Atli Gregersen, ivast ikki. Skansafjeppararnir áttu at fingið øll 1.000 atgongumerkini til báðar dystirnar. Tað var gravgangur eftir einum veðri í Rituvík um vikuskiftið. Bunkin av hundraðkrónuseðlum gjørdist stórur. Ikki fyrr enn tað lógu 36.900 krónur á borðinum, steðgaðu fólk at bjóða. Síðsta boðið átti Randi Olsen, sum var farin á uppboðsølu fyri sonin. Morgunsendingin var á vitjan í Rituvík í morgun. Skúlin verður vígdur hósdagin í næstu viku, og sunnudagin í næstu viku sleppur almenningurin at síggja skúlan, áðrenn hann letur alment upp mánadagin 19. oktober. Verkætlanin at byggja nýggja Skúlan við Streymin er størsta byggiverkætlanin hjá Sunda kommunu. Skúlin kostar umleið 100 milliónir krónur. Fyrsti parturin av Skúlanum við Streymin varð bygdur í 1974, skúlin varð síðani útbygdur í 1980, og fleiri dagføringar eru gjørdar síðani. Bjørn á Heygum sigur, at tað er eingin umbering fyri ikki at senda mál til hoyringar, er, at fíggjarlógin ikki er liðug fyrr enn í evstu løtu. Í 2018 steðgaði lógartænastan á Løgmansskrivstovuni einum lógaruppskoti hjá landsstýrinum. Uppskotið var ikki búgvið at leggja fyri løgtingið, tí tað hevði ikki verið til hoyringar. Lógartænastan vísti á, at mannagongdirnar vóru ikki rættar. Lógaruppskot eiga at vera til hoyringar í minsta lagi fýra vikur, ella 28 dagar. Fyrst í juni mánaði sendi Umhvørvis og Vinnumálaráðið uppskot til hoyringar um broytingar í kunngerðini um at innflyta hundar, kettur og gitnaðarevni. Broytingar, sum gera, at tað fer ikki at bera til at hava hund ella kettu við sær, tá farið verður av landinum. Hetta eru fýra mánaðir síðani, og úr Umhvørvis og Vinnumálaráðnum verður sagt, at málið í løtuni liggur hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Ráðið sigur, at tað komu rættiliga nógv hoyringarskriv inn, og tey verða nú verða viðgjørd. Til dømis gjørdi Seyðahundasamband Føroya vart við sína ónøgd, tí ætlaða broytingin fer at forða føroyskum seyðahundum í at fara til kappingar uttanlands. Umhvørvis og Vinnumálaráðið sigur, at viðgerðin av hoyringarskrivunum helst verður liðug í seinnu helvt av hesum mánaðinum, og síðani verður støða tikin til, hvat skal henda við broytingaruppskotinum. Rókur í Jákupsstovu, formaður í Svimjisambandinum, sigur, at tað ikki er ein nýggjur tanki í Svimjisambandinum at flyta úr Havnini. Svimjisambandið flytur úr Havn til Runavíkar longu hetta vikuskiftið. Nýggi bústaðurin eitur Heiðavegur 13, og er í sama bygningi sum Visit Runavík. Rókur í Jákupsstovu, formaður í Svimjisambandinum, sigur, at tað ikki er ein nýggjur tanki í Svimjisambandinum at flyta úr Havnini. Svimjisambandið flytur úr Havn til Runavíkar longu hetta vikuskiftið. Nýggi bústaðurin eitur Heiðavegur 13, og er í sama bygningi sum Visit Runavík. Løgtingið hevur í dag verið karmur um fyrstu viðgerðina av fíggjarlógaruppskotinum, sum Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, í farnu viku legði fram. Hallið á 172 milliónir krónur, ein hækking av egingjaldinum til heilivág og manglandi átøk til at veksa um inntøkurnar vóru millum evnini, ið tingfólk vístu á undir viðgerðini. Breddin var til staðar undir í orðaskiftinum, og í útvarpsstovuni vóru Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, Bill Justinussen, tingbólkaformaður hjá Miðflokkinum, Magnus Rasmussen, nevndarformaður í Fíggjarnevndini og tingmaður fyri Sambandsflokkin, og Ruth Vang, forkvinna í Framsókn. Forsetavalið Korona, Twitter, Trump, forsetaval, og ein sigrandi heimkoma. Dramatiski sjónleikurin um amerikanska forsetavali tók eina vend hóskvøldið tá Donald Trump kunngjørdi at hann hevði fingið staðfest koronasmittu. Regin Winther Poulsen greinaði politisku støðuna í USA, nú tað er minni enn ein mánaður til valið. Luttakarar Kaj Leo Holm Johannesen, Aksel V. Johannesen, Jákup Mikkelsen, Kristin Michelsen, Bill Justinussen, Høgni Hoydal, Ruth Vang, Magnus Rasmussen og Regin Winther Poulsen. Gjørt sendingina hava Hallur av Rana, Tróndur Olsen og Elin Mirjamsdóttir. Landslæknin mælir tí enn einaferð til, at fólk ansa sær serliga væl, tá tey eru í veitslulag. Lars Foedgaard Møller sigur eisini í dag, at tað er skilabest, at fólk, sum eru í vandabólki, skulu koppseta seg móti influensu, tí samantvinningin av influensu og korona kann vera vandamikil. Fleiri fólk hava bíða leingi eftir viðgerð eftir at sjúkrahúsverkið setti ferðina niður í vár. Ein teirra er Jonny Dimon av Tvøroyri, sum í fleiri mánaðir hevur bíðað eftir skurðviðgerð í mjødnini. Í dag var dagurin, har hon loksins fekk viðgerð, og vit vóru upp henni í morgun, tá hon gjørdi seg til reiðar at fara undir skurð. Men tað er eitt sindur av kapping millum bygdirnar, og tað harmast summi av bygdafólkunum um. Bygdirnar skulu hava javnari viðferð, halda tey. Demokratiska forsetavalevnið, Joe Biden, sigur, at hann heldur ikki, at hann og forsetin, Donald Trump, eiga at hittast til forsetakjakið, sum eftir ætlan skal verða 15. oktober, um Trump framvegis er smittaður. Eg gleði meg til at kjakast við hann, men vit mugu halda sera neyvar reglur, segði Biden, tá hann hitti tíðindafólk á Hagerstown flogvøllinum í Maryland í gjár, áðrenn hann fleyg heim til Wilmington í Delaware. Joe Biden var kannaður í gjár og hann hevði ikki covid 19, sigur umsitingin hjá Biden. Eisini sunnudagin og seinasta fríggjadag varð Biden kannaður, og úrslitið vísti tað sama. Vit hava ongantíð upplivað, at so nógv hava atkvøtt so tíðliga undan valinum, sigur Michael McDonald í United States Elections Project við Reuters. Lógin er eisini kappingaravlagandi, tí fríyrkis el innleggjarum ikki nýtist at rinda tær útreiðslur, sum standast av at reka eina fyritøku. Handverksmeistarafelagið sigur, at alneyðugt er at broyta lógaruppskotið, so el innleggjarar skulu hava fastan bústað í Føroyum, frítíðarløggildingar skulu strikast, og bara útbúnir elektrikarar skulu kunnu fáa løggilding. Ein 46 ára gamal maður varð í Føroya rætti í gjár dømdur treytaleysa fongsulsrevsing í tvey ár og níggju mánaðir fyri grovt svik og skjalafalsan fyri slakar 5,2 milliónir krónur. Men áðrenn sáttmálin kemur í gildi, skal hann millum annað góðkennast í fólkatinginum, tí hann ásetur markið hjá danska kongsríkinum. Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, kúvendir, og sigur nú, at egingjaldið hjá teimum, sum hava tørv á heilivági, skal ikki hækka. Fleiri politikarar bæði í samgongu og andstøðu søgdu eisini undir viðgerðini, at teir vilja gera broytingar uppskotinum um at hækka egingjaldið og uppskotinum um at lækka upphæddirnar í lógini um tillagað starv. Staðfest færri tap Góða gongdin á fíggjarmarknaðunum seinastu tíðina hevur ávirkað virðisbrævaognina hjá bankanum, sum nú er á sama stigi sum væntað við ársbyrjan. Men av tí at framvegis er óvist, hvørjar fíggjarligar avleiðingar korona fer at hava, varðveitir BankNordik kortini tær 35 milliónir krónur, sum eru settar av til møgulig tap. Gestur Hovgaard, leiðarin á deildini fyri samfelag, búskap og journalistikk á lærda háskúlanum í Grønlandi, Ilisimatusarfik, hevur fingið professaraembæti. Í nevndini sótu Torill Nyseth frá Arktiska Universittetinum í Noregi, Ivar Jonsson, professari á Østfold University College, og Peter Berliner, professari á Ilisimatusarfik. Gestur Hovgaard tók við starvinum sum leiðari í Ilisimatusarfik í 2017, við ábyrgd fyri lestrareindunum journalistikki, sosialráðgevi, vinnubúskap og samfelagsvísindi. Eingin føðing er eins, og tí er trupult at fortelja eini barnakonu, hvussu føðingin fer at ganga. Eitt, sum mangan kann føra til stúranir, eru bindiklubbasøgurnar, ið snúgva seg um ræðuligar føðingar, har einki er gingið, sum ætlað. Tá er sera umráðandi, at barnakonan tosar við ljósmóður sína um tankar og kenslur í sambandi við føðingina, soleiðis at barnakonan kennir seg róliga og trygga við tí, sum skal fara fram, sigur Joan Niclassen. Í barnaútvarpinum eru vit við, tá ið 2.b á Skúlatrøð hevur føroyskt. Tey lesa úr bókini Finka. Marianna Skarðenni Poulsen hevur skrivað og Kathrina Skarðsá hevur teknað. Marianna er lærari í 2.b og hon fer at greiða frá. Eisini fara næmingar í 2.flokki at siga sína hugsan. Fíggjarliga støðan hjá áhugafelagnum Veltuni á Sandi er so ring, at vandi er fyri, at virksemið hjá felagnum, sum dyrkar grønmeti og ger matvørur, heldur uppat. Í gjár høvdu umboð fyri Veltuna á fund við Helga Abrahamsen, landsstýrismann, og tað var ein góður fundur, sigur Jóannes Johannesen. Leiðarin í Founthúsinum, Súna Mørk, harmast um ætlanina hjá politisku skipanini at skerja játtanina til arbeiðsfremjandi tiltøk, tí í Founthúsinum hava tey góðar royndar av skipanini. Fyri at gerast forsetavalevni í USA, skulu tey, sum vilja vera forseti, fyrst vinna sær undirtøku millum veljararnar hjá teimum stóru politisku flokkunum í USA. 10. oktober, 1990 Danmark Føroyar, 4 1 Parkin 1 0 Michael Laudrup, 8 minuttir 1 1 Allan Mørkøre, 21 minuttir 2 1 Lars Elstrup, 37 minuttir 3 1 Michael Laudrup, 48 minuttir 4 1 Flemming Povlsen, 89 min. 25. september, 1991 Føroyar Danmark, 0 4 Landskrona 0 1 Kim Christofte, 2 minuttir 0 2 Bent Christensen, 6 minuttir 0 3 Frank Pingel, 70 minuttir 0 4 Kim Vilfort, 75 minuttir 16. august, 2000 Føroyar Danmark, 0 2 Tórsvøllur 0 1 Ebbe Sand, 55 minuttir 0 2 Brian Steen Nielsen, 58 min. Elias gongur í 3.flokki á Skúlatrøð. Honum dámar væl fuglar og djór. Vit eru fyrst í náttúrustovuni á Skúlatrøð og síðani fara vit ein túr út í Grøv í Klaksvík. 1.000 litrar av gassolju til húsarhald kosta nú 5.525 krónur, ein litur av bensini kostar 8,36 krónur, og ein litur av diesel kostar 6,31 krónur. Ikki síðani fyrst í juni hevur tað verið so bíligt at fylla tangan heima við hús, ella tangan í bilinum, vísir prísyvirlitið hjá teimum báðum føroysku orkufeløgunum. 90 prosent av teimum, ið verða útgreinað fyri ADHD, hava ADHD, men játtanin til viðgerðir samsvarar ikki við tørvin. Breddin hittir Bjørg Dam, forkvinnu í ADHD felagnum, og Tórmóð Stórá, leiðara á Psykiatriska deplinum. Hvørja ávirkan fær Eysturoyartunnilin, tá hann verður tikin í brúk um nakrar mánaðir. Vit spyrja Gísla Gíslason, fyrrverandi borgarstjóra á Akranesi í Íslandi, hvørjar royndir tey hava havt av undirsjóvartunlinum millum Akranes og Reykjavík. Hinir limirnir í Leiklistaráðnum Durita Dahl Andreassen, sum er vald er tilmæli frá Leikarafelagnum, Búi Dam, eftir tilmæli frá Listafólkasambandinum, Hilmar Joensen, eftir tilmæli frá MáF, Barbara Hentze í Stórustovu, starvsfólkaumboð fyri Tjóðpallin, og Jóan Petur Hentze, sum er valdur eftir tilmæli frá Tórshavnar býráð. Nýggi formaðurin í Leiklistaráðnum, Ólavur Jøkladal, er cand.mag í tónleikavísindum og norðurlendskum máli. Hann hevur drúgvar royndir sum kórleiðari og tónaskald, og hann er eisini fíggjar og roknskaparkønur. Birna Heinesen, cand. mag. í dramaturgi, hevur sitið eitt skeið frammanundan í ráðnum, tilnevnd av Listafólkasambandinum. Jóan Petur Hentze er eisini afturvaldur. Leiklistaráðið er stýri fyri Tjóðpall Føroya. Ráðið setir stjóran, og hevur aðrar yvirskipaðar uppgávur í sambandi við yrkisleiklist og leiklist sum heild. Verður tíðarskeiðið, har siglt verður til Fugloyar, longt á sama hátt sum til Svínoyar, hevði tað sambært Strandferðsluni havt við sær, at tveir mans skulu setast aftrat til hvørja vakt. Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum, í svari til Beintu Løwe, sum spurdi, hví Ritan ikki siglir tilkallitúr til Fugloyar klokkan 18.30, men bara til Svínoyar. Strandferðslan leggur virksemið soleiðis til rættis, at á teimum leiðum, har tøka arbeiðstíðin ikki hevur verið brúkt til fulnar, hevur manningin arbeitt niðursettan brøk. Túrurin úr Hvannasundi út á Eiðið í Svínoy tekur bara hálvan tíma. Brøkurin hjá manningini var 0,9 á hesi farleiðini, men hann varð hækkaður upp í fulla tíð, sum røkkur til ein túr aftrat í ein mánað, upplýsir landsstýrismaðurin í samferðslumálum. Jørgen Niclasen sigur, at tá ræður um trygdina, eru atløguviðurskiftini á Kirkju als ikki nøktandi, og í samskiftinum við Sjóvinnustýrið hevur verið upp á tal at gevast at sigla upp á Kirkju. Á fíggjarlógini er játtanin til at gera ábøtur og at væla um atløgubryggjur hækkað úr 2,2 milliónum krónum upp í fimm millónir næsta ár. Jørgen Niclasen sigur í svarinum, at hann hevur heitt á Landsverk um at fyrireika málið at gera eina varandi og trygga loysn av lendingarviðurskiftunum á Kirkju. H kan Ericson, landsliðsvenjari, hevur sett liðið, sum byrjar inni móti Danmark í venjingardystinum, sum byrjar klokkan 17 í dag. Andreas Lava Olsen byrjar inni móti dønum, meðan afturvendi Jóan Símun Edmundsson situr á beinkinum frá byrjan. Byrjanaruppstillingin Málverji Teitur Matras Gestsson Verja Jóannes Kalsø Danielsen Heini Vatnsdal Sonni Ragnar Nattestad Viljormur Davidsen Miðvøllur Sølvi Vatnhamar Jóannes Bjartalíð Brandur H. Olsen Hallur Hansson Álop Andreas Lava Olsen Patrik Johannesen Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur vrakað semingsuppskotið, sum semingsmenninir løgdu fyri sjúkrarøktarfrøðingarnar og Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum í gjárnáttina. Terje Sigurðsson, semingsmaður, hevur onga viðmerking, tá hann verður spurdur, um Lønardeildin eisini hevur vrakað semingsuppskotið. Men Kringvarpið skilir, at Lønardeildin tók undir við tí. Hann sigur, at semingsmenninir eru fúsir at taka semingsroyndina uppaftur, um annar parturin vendir sær til Semingsstovnin og biður um tað. Leiklistaøkið er í kreppu, og eitt nýtt listastríð prutlar undir lokinum, nú ein nýggj Leiklistafylking vil hava stjóran á Tjóðpallinum frá. Búi Egason Dam, sum umboðar nýggja fylkingina, og Birna Heinesen, limur í Leiklistaráðnum, sum hevur sett stjóran í starv fyri fjórðu ferð, skifta orð um tað, sum líkist einari kreppustøðu. Jenny Petersen, sum hevur verið í stjóri í fimtan ár, og nú er nú sett fyri fimm ár afturat, er óviljað vorðin miðdepil í stríðnum. Vit fáa orðið á Jenny. Jenis av Rana er landsstýrismaður í mentamálum, og síðst í sendingini spyrja vit hann, hvat ovasti myndugleikin ger við nýggja leiklistastríðið. Hoyrið sendingina her Soleiðis sigur Jenny Petersen, stjóri á Tjóðpalli Føroya, sum óviljað er vorðin høvuðsleikarin í leiklistastríðnum, sum hevur tikið seg upp. Ein leiklistafylking er stovnað, har 22 leiklistafólk hava tikið seg saman um eitt mál At fáa setanina av stjóranum á Tjóðpallinum at ganga umaftur og fáa verandi stjóran frá. Jenny Petersen varð í februar sett til stjóra fyri fjórðu ferð upp í slag, og tað hevur fingið partar av leiklistafólkunum í Føroyum at siga stopp. Í sambandi við tað stríð, sum hevur tikið seg upp um Tjóðpallin, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, at hann hevur fult álit á avgerðini hjá júst fráfarna Leiklistaráðnum, sum setti Jenny Petersen í áramálssett stjórastarv fyri fjórðu ferð í februar. Hoyrið samrøðuna her Nón viðgjørdi stríðið um Tjóðpallin í dag. Øll sendingin kann hoyrast á heimasíðuni hjá Kringvarpinum. Óluva Skaale og Jógvan Asbjørn Skaale, gera blóðpylsu, brakfyllu, nýrasneis, tálgalivur, rullupylsu. Sendingina gjørdu Jógvan Asbjørn Skaale, Edvard Joensen og Ragnar C. Joensen. Sosialir miðlar, sosum facebook, instagram og twitter hava síðstu árini givið okkum heilt nýggjar møguleikar at samskifta. Úr snildfonini hava vit stórt sæð atgongd til allan heimin og við tey flestu av teimum vit vilja hava samband við og politikkarar hava ikki verið seinir at taka nýggju møguleikarnar til sín. Altjóða verður í oktober varpað ljós á ADHD. Við átakinum ADHD tilvit ynskir føroyska ADHD felagið at skapa eina rætta mynd av lívinum við ADHD. ADHD er eitt neuropsykiatrisk órógv, sum stendur fyri Attention Deficit Hyperactivity Disorder, sum verður umsett til Uppmerksemis Mangul Hyperaktivt Órógv. Tað er í flestu førum genetiskt. Tað er ymiskt, hvussu fólk eru merkt av ADHD. Summi eru nógv merkt, onnur eitt sindur. Tað verður mett, at fimm prosent av øllum børnum hava ADHD. Helvtin av teimum vaksa frá tí, men mett verður, at 2,5 prosent av vaksnum hava ADHD. Seinastu árini hevur eitt økt fokus verið á ADHD. Og hetta hevur við sær, at fleiri vaksin fólk gerast varug við, at tey kanska hava diagnosuna. Men tað krevur tol hjá teimum, sum vilja útgreinast. Bíðitíðin at sleppa til útgreining fyri ADHD er 12 15 mánaðir. Breddin hitti Bjørg Dam, forkvinnu í ADHD felagnum, og Tórmórður Stóra, yvirlækna og leiðara á Psykiatriska deplinum, fyri at snakka um ADHD. Politikarir á sosialum miðlum Sosialir miðlar, so sum Facebook, Instagram og Twitter hava síðstu árini givið okkum heilt nýggjar møguleikar at samskifta. Úr snildfonini hava vit so gott sum atgongd til allan heimin og við tey flestu av teimum, sum vit vilja hava samband við. Og politikkarar hava ikki verið seinir at taka nýggju møguleikarnar til sín. Fólkavaldu politikkararnir eru tískil nærri okkum borgarum og veljarum enn nakrantíð. Men er hetta gott ella ringt og hvat viðføra hesir øktu samskiftismøguleikarnir Niels Uni Dam, samskiftisfólk og stjóri í Nudlavirkinum, og Eyðbjørt Skylv Midjord, miðla og samskiftisfrøðingur, viðgjørdu hetta í útvarpsstovuni. Eysturoyartunnilin Tað verður eitt frambrot fyri allar Føroyar, tá Eysturoyartunnilin verður tikin í brúk. Tað sigur Gísli Gíslason, sum frá 1987 til 2005 var borgarstjóri í Akranesi í Íslandi. Í 1998 varð ein nýggjur undirsjóvartunnil gjørdu undir Hvalfjørðinum, sum minkaði um frástøðuna millum Akranes og Reykjavík við umleið einum tíma. Og tað hevur skapt eina rúgvu av møguleikum fyri bygdina. Luttakrar Tórmórður Stórá, Bjørg Dam, Steffan Klein Poulsen, Jógvan á Lakjuni, Kristina Háfoss, Helgi Abrahamsen, Ingilín Strøm, Niels Uni Dam, Eyðbjørt Skylv Midjord, Gísli Gíslason og Jóhann Lützen. Gjørt sendingina hava Tróndur Olsen, Elin Mirjamsdóttir og Hallur av Rana Fingrafermi gittarleikarin í andaliga føroyska rokkbólkinum I Am, Mikkjal Hvannastein, hevur mist eina av sínum stóru fyrimyndum, nú heimskendi gittarsnillingurin og oddamaðurin í rokkbókinum Van Halen, Eddie van Halen, í gjár doyði, 65 ára gamal. Bjartskygnið eftir Nations League sigrarnar í september hvarv sum døgg fyri sól, tá Danmark setti Føroyar upp á pláss við stórsigri í Herning. Nú skulu føroysku spælararnir slikka sárini, áðrenn dystirnar móti Lettlandi og Andorra komandi dagarnar. So skilagott út Sum væntað hevði Danmark bóltin nógv fyrstu løtuna, men føroysku spælararnir vardu væl kring brotsteigin. Ikki fyrrenn smáir 18 minuttir vóru spældir, royndu danir seg fyri fyrstu ferð við skoti upp á mál. Christian Eriksen skeyt við vinstra beini frá 30 metrum, men Teitur Gestsson í føroyska málinum kundi lofta uttan trupulleikar. So líðandi legði Danmark trýst á, og tað gav úrslit í 22. minutti. Teitur Gestsson bjargaði fleiri ferðir, men fekk einki gjørt við skot av brotsteigarmarkinum frá Andreas Skov Olsen, sum fór í málið umvegis Brand Hendriksson Olsen. Versnaði skjótt So varð mótbrekka. Tríggjar minuttir eftir leiðslumálið spældi Jóannes Bjartalíð bóltin til danir, og Sonni Ragnar Nattestad mátti gera brotsspark. Tað tók Christian Eriksen sær av, og so var 2 0. Og tað varð enn verri. Joakim Mæhle fekk eina sending afturum, spákaði ígjøgnum føroysku verjuna og skeyt framvið hjálparleysa føroyska málverjanum. Føroyar fingu ein stóran kjans at minka um munin, tá Andreas Lava Olsen varð spældur leysur, men skotið við tá var ov tamt. Beint eftir fekk Andreas Cornelius ikki gjørt stórvegis annað enn at skalla og økja til 4 0, tá hann fekk eitt innlegg úr høgru síðu. Betri í seinna hálvleiki Tað snúði seg í stóran mun um at steðga bløðingini í seinna hálvleiki, og naknu tølini siga, at tað eydnaðist. Danir høvdu onkran møguleika, men sjáldan gjørdist heilt vandamikið. Eisini eydnaðist føroyingum at halda upp á bóltin, og Føroyar høvdu eisini ein av bestu kjansunum, tá Andreas Lava Olsen fann Brand Hendriksson Olsen, men skotið við vinstra beininum fór uppum. Tað endaði við null loysn í seinna hálvleiki, og við komandi dystunum í huga, hevði tað stóran týdning. Danmark Føroyar, 4 0 MHC Arena 1 0 Andreas Skov Olsen, 22 minuttir 2 0 Christian Eriksen, 27 minuttir br. 3 0 Joakim Mæhle, 32 minuttir 4 0 Andreas Cornelius, 45 min. Fasti gerðarrættur skal nú gera av, um Fíggjarmálaráðið skal viðurkenna, at vegleiðarar og próvdómarar hava rætt til 7,5 tímar hvør fyri hvørja verkætlan, tá talan er um breytaverkætlanir á fyrireikingarbreytunum á miðnámsskúlum. Talið er størri enn tað, sum almenningurin higartil hevur fingið at vita, eftir at tað fríggjadagin kom fram, at amerikanski forsetin hevði fingið staðfest smittuna. Umsitingin hjá Donald Trump, forseta, hevur tilvitað roynt at dylja smittutølini, nú minni enn fýra vikur eru til forsetavalið í USA, skrivar ABC News. Millum tey smittaðu í umsitingini er Crede Bailey, ein av fremstu trygdarráðgevunum hjá amerikanska forsetanum, skrivar Bloomberg News. Donald Trump fór aftur til arbeiðis í Hvítu húsunum fyrradagin, og hann hevur verið fyri atfinningum, tí hann ikki vildi brúka masku, tá hann kom aftur í Hvítu húsini. Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, í svari til Sirið Stenberg, løgtingskvinnu, sum spurdi um bíðilistarnar hjá sjúkrahúsunum. Landsstýrismaðurin sigur, at serliga í ortopediini, á skurðdeildunum, og í fysio og ergoterapiini eru avbjóðingar á øllum trimum sjúkrahúsunum. Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at sambært einari meting, sum Landssjúkrahúsið gjørdi saman við Búskaparráðnum, kostar korona 16 milliónir krónur Nevndin í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar sat á fundi, til seint í gjárkvøldið og viðgjørdi støðuna, nú felagið hevur vrakað semingsuppskotið, sum Semingsstovnurin legði fyri partarnar. Óluva í Gong, forkvinna í felagnum, sigur, at nevndin fer at hava fund aftur í dag, men hon veit ikki enn, nær felagið kemur til eina niðurstøðu um, hvat gerast skal. Hon sigur, at samskifti hevur eisini verið við álitisfólkini. Sjúkrarøktarfrøðingarnir fingu boðið tað sama, sum aðrir starvsbólkar á almenna arbeiðsmarknaðinum hava fingið bjóðað, men tað góðtóku teir ikki, segði Jan Mortensen, stjóri á Lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum, við útvarpið í gjárkvøldið. Óluva í Gong, forkvinna í felagnum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum segði, at tey ikki lata seg trýsta til nakað, sum tey ikki kundu taka undir við. Lurtari spyr, hví fólk eru farin at siga baRNsburð heldur enn bannsburð, sum er vanliga úttalan. rn hoyrist betur og betur, tá tað snýr seg um orð, ið hava barn at gera. Beinta Løwe, løgtingskvinna, hevur skotið upp at játta tríggar milliónir krónur til trygdarútgerð í bergholunum norður um Fjall og í øðrum bergholum. Er trygdin á einum vegi, einari brúgv ella í einum bergholi ikki í lagi, verður farleiðin stongd. Tí eru allar farleiðir, sum hava opið, mettar at vera tryggar, eisini tunlarnir norður um Fjall, sigur meirilutin í Fíggjarnevndini. Meirilutin sigur annars, at í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2021 eru 13 milliónir krónur til at dagføra brýr og berghol. Í 2019 vóru 5,5 milliónir til endamálið, og átta milliónir eru í ár. Men áðrenn sáttmálin kemur í gildi, skal hann millum annað góðkennast í løgtinginum og fólkatinginum, tí hann ásetur markið hjá danska kongsríkinum. Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, legði í gjár fram uppskot til samtyktar um at góðkenna sáttmálarnar við Noreg og við Ísland. Málið er eisini í løglistanum, sum fólkatingið fekk frá stjórnini fyrradagin. 22.000 fólk starvast hjá Danske Bank, 11.000 arbeiða í Danmark. Tey 1.600 ársverkini svara til, at meira enn sjey prosent av starvsfólkunum verða spard burtur. Tað er kortini ymiskt, hvussu stillað verður upp kring landið. Summastaðni er bara ein listi, aðrastaðni verður stillað upp á bygdalistum, og í ávísum kommunum stilla politisku flokkarnir upp. Orsøkin var, at tað á fundi í tingbólkinum kom undan kavi, at tað var hann, sum fyri 10 árum síðan hevði óhóskandi atburð mótvegis einum floksfelaga. Føroyska U21 landsliðið við monnum spælir í dag á Tórsvølli móti Spania. Dysturin er hin fyrri av tveimum í hesum landsliðsumfarinum. Týsdagin kemur Montenegro á vitjan á Svangaskarði. Nógv avboð Tað er eitt skert føroyskt landslið, sum fer á vøllin í dag. Venjararnir, Sámal Erik Hentze og Hegga Samuelsen, hava fingið heili seks avboð. Millum teir, sum ikki eru við vegna skaða, eru Bjarni Petersen, Magnus Holm Jacobsen, Jonn Johannesen og Jákup Biskopstø Andreasen. Millum avloysararnar eru Jákup Nolsøe Olsen, Pætur Skipanes og Hjalti Kárason. Tað kemur eisini væl við, at Adrian Justinussen og Daniel Johansen, sum vóru á A landsliðnum seinast, eru við U21 landsliðnum hesa ferð. Vunnu seinast Føroyar eru niðast í bólki 6 í undankappingini við trimum stigum. Tey trý stigini vórðu fingin til høldar, tá U21 landsliðið vann á Ísrael á Svangaskarði tíðliga í september. Mads Mikkelsen, Stefan Radosavljevic og Petur Knudsen skutu málini í sigrinum. Nakrar dagar seinni taptu Føroyar 2 1 á Tórsvølli móti Norðurmakedónia. Dysturin byrjar klokkan 17.45, og Kringvarpið stroymir dystin. Lærarar í dag eru betur fyri, enn teir nakrantíð hava verið, sigur Erla Olsen, dekanur á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Hon vísir aftur atfinningunum frá skúlastjóranum á Skúlanum við Løgmannabreyt, Høgna Joensen, sum heldur, at útbúgvingin er vorðin ov akademisk. Læraraútbúgvingin var fyrr bara fyri barnaskúlan. Nú skal framhaldsdeildin uppí, og tá mugu lærarar hava størri vitan, sigur Erla Olsen. Tónleikasending í fimm pørtum, har Esther á Fjallium velur sangirnir. Sangirnir eru bæði nýggir, gamlir og ymskir í genre. Felags fyri teir er tó, at teir allir hava eitt lítið darr av summar yvir sær. Kommunala arbeiðsgevarafelagið, Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag hava í dag handað sáttmálakrøv, nú samráðast skal um nýggjar sáttmálar. Seinasta hálvtannað árið hevur 29 ára gamla Ásbjørg Kjærbæk verið sonevndur dealari hjá stórum kasinofyritøkum á netinum. Eitt nú arbeiðir hon fyri LeoVegas og Unibet. Tá eg fari til arbeiðis, fari eg inn í eitt studio, har eg havi trý borð framman fyri mær. Og so havi eg myndatól og eina teldu, soleiðis at eg eisini kann samskifta við spælararnar, greiðir Ásbjørg Kjærbæk frá. Tað merkir, at eg eisini havi nógva frítíð, tí eg arbeiði bara umleið tvær vikur um mánaðin, sigur Ásbjørg Kjærbæk, sum leggur afturat, at lønin er góð samanborið við vanligu lønirnar á Malta annars. Vit fáa ikki drykkjupengar, men afturat vanligu lønini kunnu vit fáa bonus, alt eftir hvussu væl vit klára okkum í arbeiðinum, sigur Ásbjørg Kjærbæk. Í morgunsendingini greiddi hon frá arbeiðinum, har tað mangan snýr seg um stórar upphæddir, sum spælarar annaðhvørt tapa ella vinna. Fakfelagsráðið, sum umboðar 31 fakfeløg á arbeiðsmarknaðinum, mótmælir ætlanini hjá landsstýrinum at broyta skipanina við lønarískoyti, so løntakarar ikki longur fáa sáttmálaløn fyri arbeiði. Felagið sigur, at løntakarar, sum eru í skipanini við tillagaðum størvum, vera viðfarnir sum allir aðrir løntakarar, og sjúka ella brek skulu sum meginregla ikki hava við sær, at viðkomandi verður verri fyri lønarliga enn starvsfelagarnir og tey, sum arbeiða eftir sama sáttmála. Fakfelagsráðið sigur, at við lógarbroytingini verður hetta broytt, og tað fer at raka ein stóran part av skipanini við tillagaðum størvum í framtíðini. Eftir 1. januar verður lønarískoytið bara ein partur av sáttmálaásetingini, og tess størri mein, eitt fólk hevur, tess minni kann viðkomandi vænta at fáa av síni sáttmálaløn. Bolero í oktober Vit fara á eina tónlistarliga ferð til fýra ymisk lond, hvørs tónleik vit kanska ikki kenna so nógv til. Vit hoyra góðan tónleik, gloymdan tónleik og verk eftir tónaskøld, ið ofta standa í skugganum av øðrum og tískil ikki koma á konsertskráir ella í útvarpslurtið. Stakløgini, ið verða ummæld, eru My Friend Røkkvi feat. Guðrun Sólja Saman Við Tær Anton Liljedahl I Only Want You Kristel Lisberg Á kommununvalinum 10. november verður aftur møguligt hjá veljarum at atkvøða fyri umboðum, ið bjóða seg fram at stjórna kommununum næstu árini. Men valmøguleikarnir eru øgiliga ymiskir alt annað upp á hvar ein er staddur í landinum. Summi kunnu velja millum politiskar flokkar, onnur millum bygdalistar og so eru tað tey, ið einans kunnu velja millum nøkur fá valevnir á sama lista. Men hví er tað, at flokslistar einans hava vunnið fram í summum støðum, og er yvirhøvur nøkur felags politisk linja at hóma har tað verður stillað upp politiskt Árni Gregersen, journalistur, og Jóanes N. Dalsgaard, stjórnmálafrøðingur, vóru gestir í útvarpsstovuni. Kreppa í Radikala Vinstra Morten Østegaard legði í gjár frá sær sum formaður í Radikale Venstre, tí hann er maðurin, sum hevur uppført seg ópassandi mótvegis Lotte Rod, fólkatingskvinnu, fyri 10 árum síðani. Viðurkenninging av, at tað var Morten Østergaard, sum hevði víst ópassandi atburð, kom sum ein skelkur fyri tey flestu. Og saman við kunningini til miðlarnar, legði hann frá sær sum formaður. Sofie Carsten Nielsen er nýggj forkvinna Nógv fokus hevur verið á óynsktu hondina hjá Morten Østergaard á lærinum hjá Lotte Rod og eftirfylgjandi handfaringina hjá Morten Østergaard eftir, at Lotte Rod almenti fortaldi um málið. Og tað er ikki sjálv hendingin, ið er orsøkin til, at Østergaard, má frá sum formaður, men tann standardurin, sum tey Radikalu hevur sett til sín sjálvs, sigur Thomas Funding, tíðindamaður á Christiansborg. Pence og Harris Mike Pence og Kamala Harris møttust í nátt til fyrstu og einastu hólmgonguna millum varaforsetavalevnini. Í hálvanannan tíma kjakaðust tey bæði valevnini um korona handfaringina hjá Trump stjórnini, Hægstarætt, rættarskipanina, eina møguliga koppseting, handilskríggið við Kina og umhvørvið. Og hóast tey vóru ósamd um tað mesta, so var tónin í nátt munandi meira siðiligur, enn tá Donald Trump, forseti, og Joe Biden, forsetavalevni hjá Demokratunum, hittust fyri einari viku síðan. Vit tosaðu við Regin Winther Poulsen um hólmgonguna. Luttakarar Thomas Funding, Beinta í Jákupsstovu, Árni Gregersen, Jóanes N. Dalsgaard og Regin Winther Poulsen. Gjørt sendinga hava Elin Mirjamsdóttir, Tróndur Olsen og Hallur av Rana. Amerikanski forsetin verður ofta kallaður heimsins valdsmiklasti maður, men hvat vald hevur í veruleikanum, hvat kann hann gera, nær verður hann steðgaður og er hetta broytt við tíðini Kunningartænastan í Fólkatinginum sigur í tíðindaskrivi í dag, at á fundinum varð tosað um støðuna í Hvítarusslandi. Samstundis var eisini tosað um, hvussu fólkið í Hvítarusslandi kann fáa stuðul til stríðið fyri frælsi og mannarættindum. Tá fundurin týsdagin varð settur, høvdu Svetlana Tikhanovskaja og hennara fólk, sambært upplýsingum, trupulleikar við at koma í mynd á skíggjanum í fundarhølinum, og tí bar ikki til at síggja hana. Tað er á slíkum fundum í Uttanríkispolitisku nevndini, at kjakast verður mál, sum hava tilknýti til uttanríkispolitikk og trygdarpolitikk. Fundarluttakararnir mugu ikki endurgeva tað, sum er sagt á fundinum, og ikki er loyvt at hava fartelefon og aðra elektroniska útgerð við á fundin av ótta fyri avlurting og njósning. Fólkatingið skrivar í tíðindaskrivinum, at á fundinum varð einki sagt, sum kann ávirka danska uttanríkispolitikkin. Málið verður nú kannað. Martin Lidegaard, formaður í uttanríkispolitisku nevndini, sigur við Ritzau, at hann vónar, at talan bert er um grovt skemt, men hann óttist kortini fyri, at luttøkan á fundinum kann verða misbrúkt. Hetta gevur okkum eisini okkurt at hugsa um, sigur Martin Lidegaard. 38 ára gamla Tikhanovskaja er nýggj í politikki, og sambært andstøðuni, vann hon forsetavalið í Hvítarusslandi og á Aleksandr Lukasjenko, sum hevur verið forseti í landinum í 26 ár. Sambært almenna valúrslitinum fekk Lukasjenko tó 80 prosent av atkvøðunum. Tey siga seg ikki fara aftur á tjóðpallin undir verandi stjóra. Tey vilja hava stjóran frá, fyrst og fremst, tí tey halda, at hon hevur onga visjón fyri leiklistina í Føroyum. Vestmenningar ynskja sær, at komandi bygdaráð skal fríðka meira um bygdina. Og so halda tey eisini, at tá kommunan fer í holt við eina verkætlan, so skal hon eisini gera verkætlanina heilt lidna. Formansskapurin hjá løgtinginum finnur eitt fólk, sum flokkarnir kunnu semjast um, og so verður tað fólkið biðið. Er svarið ja, verður uppskotið lagt fyri løgtingið at atkvøða um. Góðar tvær milliónir eru eftir av teimum fimm, sum vórðu fluttar av kontuni hjá Royndarstøðini í Hoyvík til fornminnini í Koltri, til at gera antikvariska serskipan í Koltri. Rættarnevndin hevur biðið løgtingsformannin um freist til 20.oktober. Uppskotið fekk fyrstu viðgerð 3.september. Freistin at koma við áliti var tí til 3.oktober. Nevndin gjørdi av á seinasta fundi, sum var 28.september, at skriva álit. Men hetta arbeiði er ikki liðugt enn, og tí biður nevndin um longri tíð. ADHD felagið mótmælir nú eisini fíggjarlógaruppskotinum, meira ítøkiliga broytingina í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk hjá Almannamálaráðnum. Í skrivi til miðlarnar, sigur ADHD felagið, at tað er óvirðilig framferð at skunda eitt so týdningarmikið mál ígjøgnum við tí grundgeving, at stundir ikki eru til at senda uppskotið til ummælis og at umrøða uppskotið við aðrar partar. Eitt arbeiði hevur stóran týdning fyri lívsgóðskuna hjá tí einstaka, at kunna avrika og vera ein partur av arbeiðsfjøldini á arbeiðsmarknaðinum. Haraftrat vísir felagið á, at vit hava ein arbeiðsmarknað, sum hevur brúk fyri arbeiðsmegi, men at landsstýrið er í holt við at trýsta fólk í fyritíðarpensión at arbeiðarin bert verður bert sæddur sum ein útreiðsla, og ikki ein, sum skapar nakað meirvirði. Eitt postboð í amerikanska statinum, New Jersey, er ákært fyri at hava tveitt nærum 2.000 brøv í eina ruskbingju, millum annað atkvøðuseðlar. Ein borgari í North Arlington fann annan bunkan av brøvum við elastikki um í einari ruskbingju, og hann boðaði løgregluni á staðnum frá. Allur postur er síðani komin til røttu móttakararnar, skrivar CNN, men tað hevur ikki eydnast at fáa eina viðmerking frá postmyndugleikanum í New Jersey. Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur fleiri ferðir ávarað um, at nógvar brævatkvøður kunnu elva til valsvik. Men hesum vísa amerikanskir valmyndugleikar aftur. Felagið Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar hevur boðsent álitisfólkunum til kunning klokkan eitt í dag, upplýsir Óluvá í Gong, forkvinna í felagnum. Enn er eingin fundur avtalaður um samráðingar millum felagið og Lønardeildina, men vit fingu okkurt heim við í gjár, sum vit kanna nærri, segði Óluvá í Gong við útvarpið fyri løtu síðani. Felagið Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar skrivaði á heimasíðu sínari í gjár, at Nevndin ásannar, at støðan er trupul og álvarsom, og at bæði Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum eru greið yvir, at best er at finna eina loysn, sum báðir partar kunnu góðtaka. ElsaMaria Dam Kongslið var við barn og var sett at eiga 4. oktober. Men so varð ikki. Í viku 32 fekk hon koronu og endin var, at barnið varð tikið við keisaraskurði. Lítla Olivia hevði tað gott, men ElsaMaria var illa fyri. Hon slapp ikki at hava dóttrina hjá sær vegna koronu, so pápin Erhard var um barnið fyrstu dagarnar. Í dag er lítla familjan sloppin heim og tey royna øll at fóta sær aftaná hesa torføru og hørðu tíð. Hanna Vang, rættarassessor, rættarhjásiti, í Føroya rætti og fakligur leiðari við Fútarættin, verður nýggjur Løgtingsins umboðsmaður. Løgtingið hevur einmælt samtykt, at Hanna Vang skal taka við sum Løgtngsins umboðsmaður eftir Sólju í Ólavsstovu, sum gevst á nýggjárinum. Hanna Vang varð útbúgvin løgfrøðingur á lærda háskúlanum í Keypmannahavn í 2005. Frá 2005 til 2010 starvaðist hon sum politifulltrúi almennur ákæri, og hon fekk eisini advokattilnevning í 2010. Frá 2010 til 2012 var Hanna Vang adjunktur í løgfrøði á Fróðskaparsetrinum. Í 2012 gjørdist hon dómarafulltrúi við Føroya rætt, og síðani 2018 hevur hon starvast sum rættarassessor. Síðani 2011 hevur Rannvá Joensen havt ein vanga á Instagram. Og myndirnar, sum hon leggur út á vangan, eru so mikið væl umtóktar, at Rannvá Joensen hevur í løtuni oman fyri 63.000 fylgjarar. Tað krevur nógv at hava so nógvar fylgjarar, og tí havi eg fingið mær ein persón at hjálpa mær við øllum samskiftinum á Instagram, sigur Rannvá Joensen, sum brúkar nógva tíð upp á vangan. Samanlagt brúki eg nógva tíð upp á hvørja einstøku mynd, tí eg gangi ofta langt fyri at finna staðið, har myndin skal takast. Aftan á skal eg viðgera myndina, áðrenn hon verður løgd út, men tað er sera ymiskt, hvussu nógva tíð eg brúki til myndaviðgerð, fortelur Rannvá Joensen. Nógvar fyritøkur seta seg í samband við meg, tí tær ynskja samstarv, og nú tá mær dámar væl at arbeiða við myndum upp á hendan mátan, so kundi eg væl hugsað mær at fingist við Instagram burturav, sigur Rannvá Joensen. Nógvar broytingar eru farnar fram hesi 10 árini, síðan Instagram sá dagsins ljós. Hoyr Jákup Justinussen, serfrøðing í sosialum miðlum, greiða frá. Ein lítil mánaði til amerikanska forsetavalið. Bera føroysku miðlarnir fyrst og fremst tíðindi hjá amerikansku demokratisku miðlunum, sum ikki hava nógv gott at bera Trump. Hvør gongur móti almenna rákinum í tilmælum og upplýsing í hesum koronatíðum. Verða røddir, sum tala at alment viðurkendu sjónarmiðunum, køvdar í siðbundu og breiðu miðlunum. Og hvussu lætt er at fáa td. KvF at gloypa eini miðlaætlan, sum roynir at avgera, hvørjar gestir til dømis skulu í Dag og Viku og nær. Gestir Georg L. Petersen, tíðindaleiðari, Jón Tyril, samskiftisfólk, Regin Berg, samfelagsfrøðingur, Jógvan Poulsen, Trump viðhaldsmaður og Brynhild Thomsen, journalistur. Teknikari Øssur Egholm Lagt til rættis Øssur Winthereig Aftur í ár hevur morgunsendingin leitað eftir ársins granna. Nógvar tilnevningar komu inn, men at enda fall valið á 89 ára gomlu Poulu Poulsen, sum í meira enn 50 ár hevur búð í grannalagnum á Tinghúsvegnum í Havn. Poula hevur altíð verið gløgg og áhugað í øllum lívsins viðurskiftum og hava nógv havt gleði av hennara trúfesti. Eisini ófør til hendurnar og lívgað nógvum við hennara bundnaturriklæðum og stóru mongdina av barnaklæðum til vinir og familju. Sum míni foreldur viknaðu bæði fysiskt og mentalt, var Poula teirra ljóspunkt við hennara vitjanum morgun og seinnapart. Altíð við onkrum góðum afturvið drekkamunninum og onkrum tíðindum. Hjá okkum var hon tryggleikin at halda eygað við foreldrunum, meðan vit vóru til arbeiðis ella burturstødd. Poula var ikki sørt bilsin og rørd, tá morgunsendingin yvirraskaði hana frá morgunstundini. Løtan varð eisini stroymd tað kann síggjast her Tað er stórt afturstig, nú bara ein vardur bústaður verður bygdur til 18 fólk, og ikki tveir til 36 fólk, sum annars stóð í løgtingslógin frá 2018. Í 2018 samtykti løgtingið at heimila landsstýrismanninum at byggja tveir vardar bústaðir í Havn til 36 fólk við menningartarni. Annað heimið skuldi byggjast á Mýrini, og tosað hevur verið um at byggja hitt í Dýrindalsgøtu í Hoyvík. Á løgtingsfíggjarlógini fyri 2021 og 2022 eru pengar bara settir av til ein vardan bústað í Havn, og nú hevur landsstýriskvinnan við almannamálum sent eitt uppskot til hoyringar um at broyta løgtingslógina frá 2018. Broytingin hevur við sær, at í staðin fyri tveir, verður bara ein vardur bústaður bygdur, og at tær 58 milliónirnar krónurnar , sum vóru játtaðar, verða skornar niður í 47 milliónir. At kalla allir lønarbólkar missa, um uppskotið hjá landsstýrinum at broyta ískoytisskipanina fyri fólk í tillagaðum starvi verður samtykt. Tað sigur Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtaki. Hon umboðar eisini Fakfelagsráðið, sum í gjár mótmælti broytingunum, sum landsstýriskvinnan í almannamálum hevur skotið upp. Felagsskapurin fær friðarheiðurslønina fyri stríð sítt ímóti hungri, og fyri at stuðla upp undir friðarligar loysnir í økjum. har ófriður valdar. Sambandið millum hungur og kríggj er ein ónd ringrás, tí hungur verður ofta verður nýtt sum vápn í ósemjum, segði Berit Reiss Andersen, tá hon kunngjørdi, hvør fær friðarheiðurslønina í ár. Tvøroyrar kommuna er tann kommunan í suðurøkinum, sum hevur størstu miðinntøkuna. Hon liggur á 14. plássi, og har er miðinntøkan 173.000 krónur, góðar 10.000 krónur minni enn miðinntøkan fyri alt landið. Hagstovan sigur, at uppgerðin er gjørd eftir miðinntøkuni, og ikki miðalinntøkuni, tí miðalinntøkan kann ávirkast nógv av inntøkuni hjá fáum einstaklingum, serliga í smáum kommunum. Bjørn Bendz, lækni hjá norska konginum, sigur, at Haraldur kongur, hevur tað gott eftir skurðviðgerðina, men kongurin liggur framvegis á intensivari deild. Tí mæla samgongufólkini í Trivnaðarnevndini hjá løgtinginum frá at samtykkja uppskotið til samtyktar hjá Javnaðarflokkinum um at byggja leigubústaðir í útoyggj. Javnaðarflokkurin vil hava løgtingið at fáa landsstýrið at koma við lógaruppskoti, sum gevur Bústøðum loyvi til fáa sær fígging til at byggja seks til átta leigubústaðir í útoyggj. Skúvoy var jú høvdingasetur í gomlum døgum og tann kendasti úr Føroyinga søgu er Sigmundur Brestisson. Í hesum seinna partinum av túrinum í Skúvoy hoyra vit nógv meira um oynna og fólkið. Í fuglaríku Skúvoy er tíbetur eingin rotta. Men Skúvoyar Kommuna hevur latið gera nakrar rottutunnlar, sum nakrar ferðir um árið verða settir út við blekkpappíri og lokkimati fyri at staðfesta, um rotta skuldi verið komin í oynna. Harry Jensen, borgarstjóri, greiðir frá hvussu tunnlarnir eru gjørdir. Og Betty Hansen, ið hevur verið á skeiði í sambandi við rottutilbúgvingina, sigur, at bygdin skal vera klár at handla um tað hendir at rottan kemur. Skúvoyggin er Ramsarøki og tað setir serlig krøv. Kemur rotta í oynna, kann hon týna fuglalívið eftir stuttari tíð , sigur Betty Hansen. Í Skúvoy eru 1500 umleið staðarnøvn og nógv av teimum hevur Petur Andreassen við í Skúvoyar søgu. Men nú fyrireikar ein arbeiðsbólkur at staðseta og avmynda øll støðini. Í bólkinum eru Ólavur á Skipagøtu, Randi Mohr og Kjartan Hentze. Ólavur Frederiksen tekur myndirnar. Vit fara at innkalla allar skúvoyingar. Staðarnøvn hava stóran týdning, tí ein oyggj sum ikki hevur staðarnøvn at vísa á, manglar bæði sál og hjartaslátt , sigur Ólavur á Skipagøtu. Harry Jensen harmast um eitt afturstig fyri oynna. Tað er at nýggju kommunulæknarnir á Sandi ikki vilja koma til Skúvoyar av og á. soleiðis sum skipanin hevur verið higartil. Hann sigur, at tað er ein fyritøka fyri eldri fólk at noyðast til Sands at taka eina blóðroynd ella okkurt annað. Tí fara summi heldur til Havnar við tyrluni enn at fara til sín egna kommunulækna. Hann heldur at tað eigur at vera lættari hjá læknunum at koma av og á út í oynna, enn hjá eldri sjúklingum at skula inn við bátinum á vetrardegi. Harry rósar Peturi Højgaard, fyrrverandi kommunulækna, sum hevur verið sera raskur at ferðast til Skúvoyar. Svein Højgaard er ein sonn bygdarmynd í Skúvoy og hann er ein av teimum, sum er fastur fúsur í handlinum hjá Meinhardi at viðgera dagsins mál. Millum fólk verður Svein mettur sum ein orginalur, og hesum vísir hann ikki aftur. Men hann heldur, at tað er torført at vera orginalur nú á døgum, tí tað er ikki tað ting tú leitar eftir, sum tú ikki kanst finna í telduni. Svein hevur lisið nógv, sum gomlu filosoffarnir hava skrivað. Hann undrast á, at einki konufólk er millum heimsins stóru filosoffar, tí konufólk eru líka klók sum mannfólk. Tann spurningin hevur hann mangan sett sær sjálvum. Higartil hava ferðafólk gingið hvar sum helst í Skúvoy. Men nú verða ávísar gongurutur gjørdar og skelti skulu setast upp fyri at verja lundan og heiðafuglin, sigur Ólavur á Skipagøtu, sum er í stýrinum fyri hagapartin Bergið. Hagapartarnir í oynni gera hetta í samráð við ramsarnevndina. Ferðafólkini eru framvegis vælkomin í oynna, men tey skulu ganga har vit ávísa teimum. Og tað fáa tey at vita frá kunningarstovunum og við skeltum , sigur Ólavur á Skipagøtu. Hjúnini Anna og Birgir Thomsen búgva á Áldarsbakka, sum eru einastu sethús sunnanfyri stóru ánna í Skúvoy, har kirkjan eisini er. Anna arbeiðir á Ellisheiminum á Sandi og ferðast ímillum sum vaktirnar eru. Hon hevur sjáldan ligið veðurføst, sigur hon. Og Birgir hevur siglt meginparitn av lívinum, men fyri stuttum legðist hann upp á land, tí ryggurin gekk fyri. Honum hevur dámt væl sjólívið og hann hevði ikki viljað valt umaftur. Á hávetri er ógviliga friðaligt í bygdini. Birgir sigur, at hann kann hyggja leingi út gjøgnum vindeygað áðrenn hann sær nakað menniskja. Tað kunnu ganga tímar ímillum, tí nú eru tey niður í 15 fólk í bygdini. Skúvoyingar eru spentir um Suðuroyartunnilin kemur upp í Skúvoy, sum hevur verið nevnt. Um so er fær hann stóran týdning fyri oynna, tí tá fara fólk altíð at búgva Skúvoy og fólk kunnu koma higar at taka sær av sínum, sigur Harry Jensen, borgarstjóri. Kemur tunnilin ikki upp her, verður helst øskukalt um eini 10 ár, tí tað eru bara eldri fólk ið búgva fast her, sigur hann Við í hesum seinna partinum eru hesi fólk Harry Jensen, Betty Hansen, Ólavur á Skipagøtu, Svein Højgaard, Meinhard Hentze, Anna Thomsen, Birgir Thomsen og Josef Grettursson. Í dag, 9. oktober, vildi John Lennon verið 80 ár, um hann var á lívi. Vit minnast John Lennon saman við Sámali Ravnsfjall og Rana Nolsøe, sum eisini framføra Lennon sangir beinleiðis í útvarpsstovuni. Virðislønir M.A. Jacobsens vóru latnar í gjár. Lív Róadóttir Jæger, sum vann virðislønina fyri fagurbókmentir, vitjar. Tá tú sendir video ella myndir víðari av øðrum fólkum, skalt tú hava loyvi til tað frá tí persóninum, sum er á myndini. Hóast lógin sigur hetta, so hendir tað kortini, at privatar myndir ella videoupptøkur av fólki enda í umferð á sosialu miðlunum. Herfyri ávaraði løgreglan um at deila slíkar myndir, eftir eina ítøkiliga hending av hesum slagi. Løgreglan væntar at vera komin til botns í hesum málinum um ársskiftið. Í sambandi við altjóða sálarheilsudagin skipar Fólkaheilsuráðið fyri tiltaki við heitinum ABC vikan. Við hesum varpar ráðið á sálarheilsu og spyr spurningar sum Flettingin er fyri. Í sambandi við røð um pylsur ringdi vikuskiftissendingin til Klaksvíkar fyri at finna útav, hvussu man ger sperðil. Levi Joensen greiðir frá, hvuss hann ger sperðil uppá sín serliga máta. Knút Háberg Eysturstein hevur verið nógv frammi sum tónleikafrøðingur. Men hann er eisini tónleikari og sangskrivari. Tríggjar útgávur hevur hann á baki sum solistur, og nú er hann í gongd við at gera nýtt tilfar. Við Knúti spæla Per Højgaard Petersen á trummur, Torleik Mortensen á bass og Mattias Kapnas á tangentar. Knút sjálvur syngur og spælir gittar og tangentar. Konsertin bygjar leygarkvøldið klokkan 21, og Páll Brim, sum er kendur ú Danny and the Veetos, byrjar. Vikuskiftissendingin var á gátt í venjingarhølinum hjá Knúti og teimum í Hoydølum. Rúni Nielsen, whiskykennari, var gestur í beinleiðis práti í vikuskiftussendingini. Vit prátaðu um írskt whisky. Sum nakað forkunnugt hevði Rúni eina smakkiroynd frá Einars Whisky í Klaksvík. Eftir ætlan kemur hetta whisky á hillarnar í november. Hetta er sostatt fyrsta føroyska whisky. Hoyr innslagið. Olga Kristina Hansen er aftur á føroyska A landsliðnum við kvinnum. Tað er greitt, eftir at John Petersen hevur tikið hópin til útidystin móti Wales út. Royndi miðvallarin var ikki við í teimum báðum dystunum í september móti Norðurírlandi og Hvítarusslandi. Og tað er serliga avrikið í 2 0 ósigrinum fyri hvítarussum, sum unga landsliðið skal royna at endurtaka. Hópurin er framvegis samansettur av nógvum ungum spælarum, sum hava fingið ein størri leiklut á liðnum hesumegin koronasteðgin, men ímóti Hvítarusslandi vístu tær veruliga, at tær eru klárar og fúsar at taka ábyrgd saman við okkara meira royndu leikarum. Arbeiðsinnsatsurin var góður, og nú ræður um hjá okkum at byggja uppá, soleiðis at vit eisini fáa meira kvalitet í okkara spæl, sigur John Petersen. Útskifting á málmansplássunum Tveir av teimum trimum málverjunum, sum vóru við seinast, eru ikki við hesa ferð. Hvørki Eyðgerð Mikkelsen ella Olga Fríðunn Olsen eru tøkar, og í teirra stað eru komnar Valborg Østerø úr B36 og Monika Biskopstø úr AaB í Danmark. Triðji málverjin í hópinum er Óluva Allansdóttir Joensen úr KÍ, sum stóð ein góðan dyst móti Hvítarusslandi. Føroyski hópurin Óluvá Allansdóttir Joensen, KÍ Valborg Østerø, B36 Monika Biskopstø, AaB DK Birita Ryan, KÍ Marita á Fríðriksmørk, ÍVB Elisabeth Vang, B36 Unn Hvidbro, NSÍ Sanna Svarvadal, KÍ Sarita Maria Mittfoss, HB Margunn Lindholm, NSÍ Ásla Johannesen, FC Nordsjælland DK Kára Djurhuus, HB Julia Naomi Mortensen, HB Olga Kristina Hansen, B36 Evy á Lakjuni, KÍ Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, ÍVB Mona Rasmusdóttir, ÍVB Sara Samson Lamhauge, HB Jacoba Langgaard, ÍVB Lea Símunardóttir Lisberg, EBS Skála Heidi Sevdal, NSÍ Gerðarrætturin varð settur 21.september, og fýra vikur vórðu settar av til málið, vikurnar 39, 40 og 41 og tveir dagar í viku 43, tilsamans 17 dagar. Men neyðugt var ikki at brúka alla avsettu tíðina, og seinasti rættarfundur var í gjár. TG Verk hevur stevnt Landsverki eftir 75,5 milliónum krónum og kravið hjá Landsverki er 80 milliónir. Harafturat koma rentur frá tí degi, málið varð latið gerðarrættinum. Málið byrjaði í gerðarrættinum 4. apríl í 2016. TG Verk byrjaði málið. Voldgiftsnævnet í Keypmannahavn, sum er gerðarrætturin, hevur viðgjørt málið í Keypmannahavn. Sirius advokater umboða Landsverk, og TG Verk hevur Dahl advokatfirma. Óhappið hendi, tá ið ein bilur, sum koyrdi suðureftir, yvirhálaði. Bilurin, sum koyrdi norðureftir, helt fjarstøðuna vera ov lítla og bremsaði fyri at forða samanstoyti. Rógvarin, Sverri Sandberg Nielsen, skal rógva í EM finaluni fyri einskullara. Tað er greitt, eftir at hann vann hálvfinaluna fyri løtu síðani. Miðvingurin tók leiðsluna tíðliga og helt henni allan vegin á mál. Finalan verður rógvin í morgin klokkan 13 46 sambært kappingartíðarætlanini. Tá forkvinnan í Nobel nevndini, Berit Reiss Andersen, í gjár kunngjørdi, at ST matvørustovnurin fær Nobel friðarheiðurslønina í ár, nevndi hon millum annað, at felagsskapurin fær friðarheiðurslønina fyri stríð sítt ímóti hungri og fyri at stuðla uppundir friðarligar loysnir í økjum har ófriður valdar. Hungursneyðin er stór í einum parti av heiminum, meðan vit tveita nógvan mat burtur, sigur Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi Føroyar. Føroyar hava gott útgangsstøði undan dystinum. Seks stig eru á talvuni eftir sigrarnar á Malta og Andorra í september, meðan Lettland á øðrum plássi hevur tvey. Men føroyingarnir fingu eitt slag á nevið í venjingardystinum móti Danmark mikukvøldið, meðan Lettland fekk javnleik á útivølli móti Montenegro. Spurningurin er, hvørja ávirkan tað kemur at hava á spælararnar hjá liðunum báðum. Spurningar verða eisini settir við, hvør kemur at manna føroyska liðið, og gitt verður, at nakrar broytingar vera í mun til dystin móti Danmark havandi í huga, at Føroyar spæla ímóti Andorra týsdagin. in.fo skrivar, at tað er sannlíkt, at millum annað Gilli Rólantsson, Odmar Færø og Klæmint A. Olsen verða at síggja í byrjanarupptillingini. Jóan Símun Edmundsson varð innskiftur móti Danmark, men ivi er um, hvørt hann er tilreiðar at spæla frá byrjan, ella um valt verður at brúka hann sum innskiftara. Framherjin hevur spælt og skotið mál fyri Arminia Bielefeld í seinastuni, men ábendingar eru um, at knæskaðin, sum hann fekk tíðliga í vár, enn darvar hann eitt sindur. Tí er ikki vist, at hann fær spælt 90 minuttir. Í sendingini í dag spæla vit út eini útgávu kallað Hill Country við einum bólki, ið nú kallar seg The Wilder Blue. Eisini annað gott nýtt verður at hoyra. Og so fara vit eisini ein túr aftur í søguna. Spanska stjórnin setti ígjár strong tiltøk í verk í høvuðsstaðarøkinum kring Madrid eftir at talið av smittaðum av álvara er vaksið seinastu tíðina. Seinastu tvær vikrrnar eru 563 av hvørjum 100.000 fólkum í Madrid smittað, og tað er tvífalt so nógv sum miðaltalið fyri alt Spania. El Pais skrivar, at 7.000 løgreglufólk eru send út á gøturnar at tryggja lóg og landaskil, og at geva teimum sekt, sum fara útum høvuðsstaðarøkið. Myndugleikarnir í Madrid hava sagt, at tey vilja ikki hava tilmæli, sum raka rásarúmið hjá fólki, men kortini er kreppustøða lýst og strong tiltøk sett í verk nú. Kreppustøða í Spania merkir herda tilbúgving, og at stjórnin kann avmarka rásarúmið hjá fólki, leggja hald á vørur og taka leiðsluna yvir vinnufyritøkum og øðrum virksemi, millum annað privatum sjúkrahúsum. Í Brússel í Belgia eru barrir nú stongdar og verða tað í ein mánað, sum ein roynd at steðga smittuni at breiða seg. Belgia hevur leingi staðið ovarlaga á listanum við londum við stórum smittutali. Nú vóna myndugleikarnir, at hetta tiltakið fer at bøta um støðuna. Men fólk í Brússel eru ørkymlað, tí bara barrir og ikki matstovur eru stongdar. Og fótbóltskappingar verða spældar sum ætlað. Hetta er løgið. Í dag kann er fara til 7.000 fótbóltsdystir, men barrirnar eru stongdar, sigur Raphael Raya, borgari í Berlin, við Reuters. Í Týsklandi er talið av smittaðum eisini størri seinastu vikurnar, og myndugleikarnir hava skert upplatingartíðina hjá veitingarstøðum, so at tey hava stongt klokkan 23 til 6 á morgni. Hetta er galdandi allan oktober. Batnar smittustøðan í Týsklandi ikki innan 10 dagar, verða koronutiltøkini herd, ávarar Angela Merkel, samveldiskanslari. Vit fáa at síggja, um vit megna at varðveita tamarhaldið á smittuni í stóru býunum og økjum kring teir, soleiðis sum vit hava gjørt seinastu fýra mánaðirnar, ella um vit missa tamarhaldið, sigur Merkel. Týskland hevur higartil verið eitt av londunum í Evropa, sum hevur best tamarhald á koronufarsóttini. Til samanberingar, hevur Bretland fýra ferðir so nógv deyð, meðan Italia hevur tríggjar ferðir so nógv deyð av koronu. Í Italia veksur talið eisini nú, og seinastu dagarnar eru 5.000 nýggir tilburður staðfestir um dagin, tað mesta síðani 29. mars. Verri er í Russlandi. Har eru triðja dagin á rað meira enn 10.000 nýggir smittutilburðir staðfestir um dagin. Men ringast stendur til í Bretlandi og Fraklandi, har fyri fyrstu ferð er boðað frá, at 20.000 fólk hava fingið staðfest smittuna í ein dag, vísa tøl frá fronsku myndugleikunum í gjár. Í 60 unum var Manne bókhaldari og kassameistari í Føringahavnini. Hann var við til at stovna Útróðrarvirkið í Hvalba í 1967, og í nøkur ár eisini stjóri á Royns Kolasølu. Nói er ikki nakar djarvur sniffil, men tá ein av elstu vinum hansara, áarsveimið Unda, er í deyðavanda, fer hann kortini út á eina vandamikla ferð ígjøgnum tann kavaklædda Dalin. Og tað er ikki bara kuldan, hann skal varða seg fyri alt er øðrvísi, tá kavi er. Annar partur í røðini um tær smáu verurnar, ið búgva undir brúnni. Rakel Helmsdal hevur skrivað og hon lesur eisini. Bókadeild Føroya Lærafelags gav út 2009. Nói er ikki nakar djarvur sniffil, men tá ein av elstu vinum hansara, áarsveimið Unda, er í deyðavanda, fer hann kortini út á eina vandamikla ferð ígjøgnum tann kavaklædda Dalin. Og tað er ikki bara kuldan, hann skal varða seg fyri alt er øðrvísi, tá kavi er. Annar partur í røðini um tær smáu verurnar, ið búgva undir brúnni. Rakel Helmsdal hevur skrivað og hon lesur eisini. Bókadeild Føroya Lærafelags gav út 2009. Nói er ikki nakar djarvur sniffil, men tá ein av elstu vinum hansara, áarsveimið Unda, er í deyðavanda, fer hann kortini út á eina vandamikla ferð ígjøgnum tann kavaklædda Dalin. Og tað er ikki bara kuldan, hann skal varða seg fyri alt er øðrvísi, tá kavi er. Annar partur í røðini um tær smáu verurnar, ið búgva undir brúnni. Rakel Helmsdal hevur skrivað og hon lesur eisini. Bókadeild Føroya Lærafelags gav út 2009. Odmar Færø bjargaði Føroyum annað stigið, tá hann skallaði eitt horna í málið og javnaði miðskeiðis í fyrra hálvleiki í einum rótutum dysti móti Lettlandi á Tórsvølli. Og hóast eitt mál frá innskifta Jóan Símuni Edmundsson av órøttum varð kolldømt, hevði føroyska avrikið neyvan uppiborið so nógv meir enn júst eitt stig. Tvey deyðbóltsmál Føroyar byrjaðu annars dystin væl, men eftir at Brandur H. Olsen mátti fara av vøllinum við skaða í eyganum, fall føroyska spælið sundur. Dysturin gjørdist rótutur við nógvum longum sendingum og nógvum nærdystum, og stevið í spælinum hvarv. Lettar gjørdust alt meir nærgangandi, og løgdu seg eisini á odda, tá 25 minuttir vóru spældir. Roberts Savalnieks sendi eitt fríspark innfyri, lettar fingu høvdið á, og ein púra leysur Janis Ikaunieks var ísakaldur við handaru stong. Men føroyingar vístu, at eisini teir duga at gera sær dælt av deyðbóltum. Tríggjar minuttir eftir lettiska málið stakk Odmar Færø seg upp og skallaði hornasparkið frá Jóannesi Bjartalíð í málið úr stuttari frástøðu. Hetta var fyrsta málið hjá KÍ verjuleikarinum fyri føroyska landsliðið. Edmundsson mál kolldømt fyri ivasama rangstøðu Fáir batar vóru at hóma í føroyska spælinum í seinna hálvleiki. Sum fráleið troyttaðust spælararnir, og dysturin móti Danmark mikukvøldið byrjaði at síggjast. Jóan Símun Edmundsson kom á vøllin, tá 65 minuttir vóru spældir, men illa gekst at finna hann og fáa glið á spælið. Men tað var Arminia Bielefeld framherjin, sum hevði høvuðsleiklutin, tá Føroyar hildu seg hava skotið sigursmálið. Klæmint A. Olsen fekk fatur á einum bólti aftanfyri lettisku verjuna, og legði hann yvirum til Jóan Símun Edmundsson, men linjuverjin hevði flaggið á lofti. Sjónvarpsupptøkurnar vístu, at í besta føri var talan um eina ivasama avgerð. Vardu tað, teir høvdu Sum seinni hálvleikur leið, tók føroyska liðið seg alt longur aftur á vøllin. Um tað var av møði, ella tí teir savnaðu seg um at varðveita stigið, teir høvdu, er ilt at siga, men tað eydnaðist í øllum førum at standa ímóti síðsta trýstinum frá lettum. Og tað vóru í øllum førum nakrir troyttir føroyskir spælarar, sum gingu yvir í umklæðingarrúmið eftir dystin. Nú skulu beinini røkjast og hugurin stimbrast, áðrenn Andorra kemur á Tórskvøld týskvøldið. Tí javnleikurin í kvøld hevur krav um sigur móti fjallalandinum við sær. Føroyar Lettland, 1 1 Tórsvøllur 0 1 Janis Ikaunieks, 25 minuttir 1 1 Odmar Færø, 28 min. Ein lottoseðil, sum er seldur í kiosk Activ í Havn, hevur vunnið 15 milliónir í dráttinum í gjár. Tað skrivar Danske Spil á síni heimasíðu. Sambært skrivinum á heimasíðuni hjá Danske spil hava tey ikki hoyrt frá vinnaranum enn. Vinnandi tølini í gjár vóru 1, 2, 6, 8, 11, 28, 33. Javnaðarflokkurin vil hava løgtingið at fáa landsstýrið at koma við lógaruppskoti, sum gevur Bústøðum loyvi til útvega sær fígging til at byggja seks til átta leigubústaðir í útoyggj. Men meirilutin í Trivnaðarnevndini mælir frá at samtykkja uppskotið, tí landsstýriskvinnan í bústaðarmálum arbeiðir við einum bústaðarpakka. Landsstýriskvinnan í bústaðarmálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, sigur, at Bústaðir gera av, um leigubústaðir skulu byggjast á útoyggj. Í bústaðarpakkanum hjá landsstýrinum skulu 100 milliónir brúkast til at byggja leigubústaðir í økjum, har grundarlag ikki er fyri kapping. Tí er møguleikin stórur at byggja á útoyggj, um tøvur er á tí, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur. Umsitingin hjá forsetanum hevur tó ikki upplýst, um forsetin er kannaður aftur, og um kanningin vísir, at hann er ikki smittaður longur. Donald Trump varð útskrivaður av sjúkrahúsi fyri umleið einari viku síðani, og í eini røðu fyri viðhaldsfólki av svalanum í Hvítu húsunum, segði forsetin, at hann er komin fyri seg aftur. Koppingarevnið er á veg, og tað verður tikið í nýtslu um heilt stutta tíð. Dugnaligar fyritøkur arbeiða við koppingarevninum, segði Donald Trump. Forsetin fer at taka valstríðið upp undir foretavalið uppaftur í morgin, tá hann fer at tala á einum veljarafundi í Florida. Týsdagin gongur leiðin til Pennsylvania. Samstundis sum Trump helt røðu av svalanum í Hvítu húsunum í gjár, upplýstu tey, sum skipa fyri valstríðnum hjá Joe Biden, at hann hevur aftur latið seg kannað, og royndin vísti, at hann er ikki smittaður av koronu. Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, handaði í gjárkvøldið Onnu Malan Jógvansdóttir Ársins sálarheilsuvirðisløn 2020 á altjóða sálarheilsudegnum. Hon eigur stóra tøkk fyri, at hon gjøgnum sína rit og myndlist gevur okkum loyvi at verða klókari og ríkari, segði Kaj Leo Holm Johannesen. Anna Malan Jógvansdóttir hevur millum annað givið út fleiri yrkingarsøvn, og í fjør gav hon út hybridbókina Psykosudrotningin sigur frá , har hon greiðir frá lívinum við psykosu. Vit hoyra góðan tónleik, gloymdan tónleik og verk eftir tónaskøld, ið ofta standa í skugganum av øðrum og tískil ikki koma á konsertskráir ella í útvarpslurtið. Tá teir høvdu róð 1.000 metrar, lá Sverri Sandberg Nielsen á fimta plássi, men í endaspurtinum megnaði hann at taka seg inn á hinar og kom fyrstur á mál við tíðini 6 50 220 eitt sekund framman fyri nummar tvey. Einar Larsen var málmaður hjá TB eftir kríggið. Í 1947 hevði TB onki lið í landskappingini. Í 1948 vunnu teir 2. deild, og í 1949 var TB í hørðum dysti við HB um FM í 1.deild. HB lá til at vinna, men ein umdystur hevði við sær, at TB fekk møguleikan at vinna meistaraskapin. Stór gøla var burturúr. Einar var í skótaliðnum Fløtt. Liðleiðarin Henning Thomsen skipaði fyri útferðum kring oyggjarnar. Einar var í dansiorkestrinum Stjørnumi, har elsti bróðurin Groth gekk undan. Annar spælari var eitt nú Arne Nolsøe. Í 70unum tók Einar Larsen stig til nýtt hornorkestur á Tvøroyri. Sverri Sandberg Nielsen. Sverri, sum rør undir donskum flaggi, lá á fimta plássi, tá teir høvdu róð 1.000 metrar. Men í endaspurtinum megnaði hann at taka seg inn á hinar og kom fyrstur á mál við tíðini 6 50 220 eitt sekund framman fyri nummar tvey. Formaðurin í fíggjarnevndini heldur, at orðaskiftið um fíggjarlógina vísti, at møguleikar eru fyri at fáa nevndina at semjast um eitt felags álit. Sambært uppskotinum verður hallið á fíggjarlógini næsta ár mett til 172 milliónir krónur, men tá verður ikki lagt upp fyri koronuátøkum. Enn er korona í samfelagnum, men Magnus Rasmussen, formaður í fíggjarnevndini, sigur, at av tí at alt er so óvist, torir nevndin ikki at meta um, hvussu stórur fíggjarligi tørvurin verður, um koronuátøk skulu setast í verk næsta ár. Strandferðslan yvirtekur nýggju tríkiljuna, Erlu Kongsdóttir, 24. oktober, og gongst sum ætlað verður hon sett í sigling um ein mánað. Áðrenn Erla Kongsdóttir kemur til Føroya, skal hon royndarsigla í Noregi, men um mánaðarskiftið er ætlanin at seta kós móti Føroyum. Nói er ikki nakar djarvur sniffil, men tá ein av elstu vinum hansara, áarsveimið Unda, er í deyðavanda, fer hann kortini út á eina vandamikla ferð ígjøgnum tann kavaklædda Dalin. Og tað er ikki bara kuldan, hann skal varða seg fyri alt er øðrvísi, tá kavi er. Annar partur í røðini um tær smáu verurnar, ið búgva undir brúnni. Rakel Helmsdal hevur skrivað og hon lesur eisini. Bókadeild Føroya Lærafelags gav út 2009. Nói er ikki nakar djarvur sniffil, men tá ein av elstu vinum hansara, áarsveimið Unda, er í deyðavanda, fer hann kortini út á eina vandamikla ferð ígjøgnum tann kavaklædda Dalin. Og tað er ikki bara kuldan, hann skal varða seg fyri alt er øðrvísi, tá kavi er. Annar partur í røðini um tær smáu verurnar, ið búgva undir brúnni. Rakel Helmsdal hevur skrivað og hon lesur eisini. Bókadeild Føroya Lærafelags gav út 2009. Nói er ikki nakar djarvur sniffil, men tá ein av elstu vinum hansara, áarsveimið Unda, er í deyðavanda, fer hann kortini út á eina vandamikla ferð ígjøgnum tann kavaklædda Dalin. Og tað er ikki bara kuldan, hann skal varða seg fyri alt er øðrvísi, tá kavi er. Annar partur í røðini um tær smáu verurnar, ið búgva undir brúnni. Rakel Helmsdal hevur skrivað og hon lesur eisini. Bókadeild Føroya Lærafelags gav út 2009. Nói er ikki nakar djarvur sniffil, men tá ein av elstu vinum hansara, áarsveimið Unda, er í deyðavanda, fer hann kortini út á eina vandamikla ferð ígjøgnum tann kavaklædda Dalin. Og tað er ikki bara kuldan, hann skal varða seg fyri alt er øðrvísi, tá kavi er. Annar partur í røðini um tær smáu verurnar, ið búgva undir brúnni. Rakel Helmsdal hevur skrivað og hon lesur eisini. Bókadeild Føroya Lærafelags gav út 2009. Nói er ikki nakar djarvur sniffil, men tá ein av elstu vinum hansara, áarsveimið Unda, er í deyðavanda, fer hann kortini út á eina vandamikla ferð ígjøgnum tann kavaklædda Dalin. Og tað er ikki bara kuldan, hann skal varða seg fyri alt er øðrvísi, tá kavi er. Annar partur í røðini um tær smáu verurnar, ið búgva undir brúnni. Rakel Helmsdal hevur skrivað og hon lesur eisini. Bókadeild Føroya Lærafelags gav út 2009. Nói er ikki nakar djarvur sniffil, men tá ein av elstu vinum hansara, áarsveimið Unda, er í deyðavanda, fer hann kortini út á eina vandamikla ferð ígjøgnum tann kavaklædda Dalin. Og tað er ikki bara kuldan, hann skal varða seg fyri alt er øðrvísi, tá kavi er. Annar partur í røðini um tær smáu verurnar, ið búgva undir brúnni. Rakel Helmsdal hevur skrivað og hon lesur eisini. Bókadeild Føroya Lærafelags gav út 2009. Nói er ikki nakar djarvur sniffil, men tá ein av elstu vinum hansara, áarsveimið Unda, er í deyðavanda, fer hann kortini út á eina vandamikla ferð ígjøgnum tann kavaklædda Dalin. Og tað er ikki bara kuldan, hann skal varða seg fyri alt er øðrvísi, tá kavi er. Annar partur í røðini um tær smáu verurnar, ið búgva undir brúnni. Rakel Helmsdal hevur skrivað og hon lesur eisini. Bókadeild Føroya Lærafelags gav út 2009. Men alt bendir á, at Neistin hevur fingið eitt mál ov nógv frá dómaraborðinum, tí sjónbandatilfar vísir, at Neistin skorar bara 34 mál. Sambært dómaraseðlinum minkar Jónsvein Dulavík um munin til 24 26, tá 15 minuttir eru spældir í seinna hálvleiki, men upptøkurnar hjá Kringvarpinum vísa, at sami Jónsvein Dulavík onki mál fær í dystinum. Teir hava ikki tamarhald á dystinum. Mínir spælarar hava vant sera væl seinastu tíðina, og so møta teir hesum. Tað er sera óheppið, sigur John Larsen, venjari hjá VÍF. Nói er ikki nakar djarvur sniffil, men tá ein av elstu vinum hansara, áarsveimið Unda, er í deyðavanda, fer hann kortini út á eina vandamikla ferð ígjøgnum tann kavaklædda Dalin. Og tað er ikki bara kuldan, hann skal varða seg fyri alt er øðrvísi, tá kavi er. Annar partur í røðini um tær smáu verurnar, ið búgva undir brúnni. Rakel Helmsdal hevur skrivað og hon lesur eisini. Bókadeild Føroya Lærafelags gav út 2009. Nói er ikki nakar djarvur sniffil, men tá ein av elstu vinum hansara, áarsveimið Unda, er í deyðavanda, fer hann kortini út á eina vandamikla ferð ígjøgnum tann kavaklædda Dalin. Og tað er ikki bara kuldan, hann skal varða seg fyri alt er øðrvísi, tá kavi er. Annar partur í røðini um tær smáu verurnar, ið búgva undir brúnni. Rakel Helmsdal hevur skrivað og hon lesur eisini. Bókadeild Føroya Lærafelags gav út 2009. Markið hevur verið 30.000 krónur síðani 2013. Men landsstýrið hevur mælt til at hækka markið upp í 50.000 krónur, og tí tekur Fíggjarnevndin hjá løgtinginum undir við. Men nevndin vil, at hækkingin kemur í gildi longu í ár og ikki næsta ár, sum landsstýrið skjýtur upp. Tað vil Fíggjarnevndin, tí uppskotið kom eisini í vár og tá var tað galdandi frá 1. januar 2020. Endamálið við hækkingini er at fáa skikkað fólk at vera við í sjálvbodna arbeiðinum í ítróttini. Talan er um dómarar, linjuverjar, venjarar, leiðarar og hjálparar. Samgonguskjalið sigur, at skattafría hámarkið til ítrótt skal broytast. Okkurt um 120 fólk eru mett at fáa gleði av hækkingini, Tey fáa 2,4 milliónir krónur. Sambært TAKS fingu 843 fólk slakar 8,2 milliónir krónur fyri sjálvboðið ítróttarabeiði í 2018. Men bara 120 fólk fingu millum 25.000 og 30.000 krónur Tað upplýsir bretski ráðharrin í bústaðarmálum, Robert Jenrick, sambært Reuters. Hann sigur, at ætlanin er kortini ikki at lata landið aftur fyri at fáa tamarhald á koronusmittuni, sum hevur breitt seg nógv seinastu tíðina. Talið, sum mátar smittutrýstið, er í løtuni millum 1,2 og 1,5, og tað vísir, at smittan breiðir seg. Tað er serliga har norðuri í Bretlandi, at koronusmittan hevur tikið dik á seg. Liverpool og har á leiðini kunnu vænta strong tiltøk. Eitt nú at barrir, kasino og venjingarstøðir stongja, skrivar tíðindastovan hjá Reuters. Talið av smittaðum veksur í øllum Onglandi, men stórbýir sum Newcastle, Liverpool, Manchester og Nottingham har norðuri er serligga illa raktri. Í Liverpool, Manchester og Nottingham eru seinastu tíðina skrásettir 500 smittutilburðir fyri hvørji 100.000 fólk, og tað er á sama stigi sum Madrid og Brússel. Norðoyatunnilin verður stongdur um næturnar frá sunnukvøldi til fríggjamorgun frá klokkan tíggju um kvøldið til klokkan seks um morgunin. Koyrandi verður tó klokkan ellivu, á midnátt, klokkan tvey og fýra. Vegøksl og verja skulu stoypast fram við báðum síðum gjøgnum allan tunnilin. Hetta verður gjørt fyri at tryggja, at bilar ikki koyra inn í óregluligan sprongdan tunnilsvegg. Samstundis skal SEV leggja tveir kaðalar gjøgnum tunnilin. Ljós verða sett á kantsteinin. Harafturat verða lekar tettir.Tunnilin varð upprunaliga bygdur við einum pumpubrunni á botni. Kanningar hava víst, at mesta vatnið lekur undir Háfjalli, sum er frá Klaksvík og niður í hálva brekkuna. Nýggj pumpustøð verður gjørd 1.600 metrar frá tunnilsmunnanum Klaksvíksmegin. Tá arbeiðini í Norðoyatunlinum eru liðug, ætlandi í februar næsta ár, verða somu arbeiði gjørd í Vágatunlinum. Har verður tó ikki nýggjur pumpubrunnur gjørdur. Minni lekur, og Vágatunnilin er ikki líka djúpur sum Norðoyatunnilin. Orsøkin er, at boðini eru í stríð við reglugerðina hjá Twitter um at breiða út villleiðandi og møguliga skaðiliga kunning um koronufarsóttina. Læknarir í Hvítu Húsunum útskrivaðu meg í gjár. Tað merkir, at eg kann ikki fáa hana mótstøðuførur , og kann ikki smitta nakran. Og tað er gott at vita. Hetta er ikki fyrstu ferð, at Twitter fjalir boð frá amerikanska forsetanum. Í síðstu viku fjaldi Twitter eini boð, har Trump segði, at færri doyggja av koronusmittuni enn av vanligum beinkrími. Í mai fjaldi Twitter eini boð frá Trump, og í juni vórðu eini boð fjald, tí í boðunum vóru hóttan um skaða . Talsfólk fyri Twitter sigur við Reuters, at boðini bóru misvísandi kunning um heilsu í sambandi við COVID 19. Tað er ikki greitt, hvussu leingi fólk, sum eru frísk eftir at hava havt koronusmittu, eru mótstøðufør. Í samrøðu við Fox News vissaði Donald Trump aftur um, at hann er mótstøðuførur og hevur tað gott. Fiskivinnufyritøkan Vinh Hoan í Vjetnam er einasta fiskivinnufyritøka millum tær 100 størstu í heiminum, har sum kvinnurnar eru í meiriluta í nevnd og stjórn. Sambært kanningini, sum er um 2019, eru 14,4 prosent teirra, sum stýra 100 teimum størstu fiskivinnufyritøkunum í heiminum kvinnur. Kanningin sigur eisini, at triðju hvørjari fyritøku stýra bara menn. Og bara í fimm prosentum eru fleiri enn 40 prosent kvinnur í stýrandi sessunum. Ymiskt er, hvussu nógv fyritøkurnar vilja siga. Av 100 størstu fiskivinnufyritøkunum fingust bara nóg nógvar upplýsingar frá 80 teirra til, at tær kunnu brúkast í kanningini. Tann lógin kom í 2003. Hetta eru nevndarlimirnir. Verri er statt við stjórum í Noregi. Har eru kvinnurnar í mesta lagi 33 prosent. Gestir hesaferð Petur Hans Dahl Sverri Sansberg Nielsen Bergur Robert Dam Camilla Cornelius Rannvá Winckler Palli Askham Tórarin á Rípuni Kinesiskir myndugleikar fara at kanna meira enn níggju milliónir fólk eftir at talið av smittaðum er vaksið í býnum Qingdao í landnyrðingspartinum av Kina, skrivar tíðindastovan, AFP. Um vikuskiftið vórðu seks tilburðir staðfestir í býnum, Qingdao. Meira enn 140.000 heilsustarvsfólk, sjúklingar og onnur, sum hava tilknýti til heilsustovnar, eru longu kannað í Quingdao, har 9,4 milliónir fólk búgva. Hetta er fyrstu ferð síðani juni, at myndugleikarnir í Kina kanna so nógv fólk eftir so stuttari tíð. Ta ferðina vórðu nógv fólk í Beijing kannað eftir at smittan aftur varð staðfest á einum matmarknaði. Kina hevur alment havt tamarhald á smittuni síðani fyrsta tilburðin við ársenda í fjør. Sambært Johns Hopkins University eru 90.812 smittutilburðir staðfestir í landinum og 4.739 fólk deyð. Men, kinesisku tølini elva til undran uttan fyri landið, og landið er skuldsett fyri við vilja at fjala útyvir almennu smittutølini, skrivar tíðindastovan hjá Ritzau. Statens luftfartsvæsen skal geva loyvi, tá tyrvingarvegurin liggur tætt við tyrlupallin. Vantandi loyvið ger, at ikki slepst av við avgrevsturin. Harley Joensen, sum hevur byggileiðsluna, sigur, at onnur arbeiði enn avgrevstur verða gjørd í útstykkingini, meðan bíðað verður eftir svari. 18. juni boðaði Klaksvíkar kommuna frá, at spakin varð settur í verkætlanina Uppi á Fossum í Klaksvík, har 91 grundstykki skulu gerast í trimum byggistigum. Hoyr samrøðurnar við Jan Mortensen, stjóra á Lønardeildini á Fíggjarmálaráðnum, og Óluvu í Gong, forkvinnu í felagnum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum. ES má gera vart við, at samveldið ikki góðtekur, at Russland eftir øllum at døma stóð fyri at eitra russiska andstøðingin, Aleksej Navalnyj, í august. Týskland hevur saman við Fraklandi gjørt eitt útkast til at revsa ávís fólk, og sum verður lagt fyri uttanríkisráðharrarnar til umrøðu, skrivar TV2. Australska kanningin gevur ábendingar um, at koronuvirusið kann vera virkið í 28 samdøgur á glattum flatum, so sum telefonskermum, rustfríum stáli og á pengaseðlum. Treytin er kortini, at virusið er í myrkri og at hitin er støðugur á 20 stigum. Til samaberingar verður nevnt, at vanligt krímvirus kann vera virkið í 17 samdøgur undir somu viðurskiftum, upplýsir BBC. Kanningin vísir greitt, at koronuvirsusið er seigt, og var virkið styttri tíð undir heitari umstøðum, enn undir kaldari umstøðum. Kanningin vísti, at virusið steðgaði við at breiða seg eftir einum samdøgri í 40 hitastigum. Aðrir granskarar halda ikki nógv um nýggju kanningina, tí tað er longu prógvað, at ultraviolett ljós ger av við virusið, skrivar BBC. Millum annað segði Emanuel Goldman, professari, longu í juni, at smáir møguleikar vóru fyri, at koronuvirusið breiddi seg á glattum flatum. Ein annar granskari, Ron Eccles, frá universitetinum í Cardiff, sigur tað vera at leypa óneyðugan ótta á fólk, at siga teimum, at virusið kann vera virkið so leingi. Við at fáa greiðu á, hvussu leingi virusið kann vera virkið á sløttum flatum, kunnu vit vera við til at avmarka breiðsluna, og harvið kunnu vit verja fólk, sigur hann. Evropameistaraheitið í einskullara Poznan, Pólland 1. Sverri Sandberg Nielsen, Danmark 6 50 22 2. Natan Wegrzycki Szymczyk, Pólland 6 51 23 3. Kjetil Borch, Noreg 6 51 63 4. Oliver Zeidler, Týskland 6 51 65 5. Stefanos Ntouskos, Grikkaland 6 55 90 6. Kristian Vasilev, Bulgaria 6 59 73 Filosoffurin, Jógvan D. Hansen, fekk virðisløn M.A. Jacobsen fyri mentanaravrik. Jógvan vitjar til eitt prát um heiðurin og tilveruna. Landsstýrismaðurin í mentamálum fekk herfyri handað álit um dagføring av bókasavnslógini. Arbeiðssetningurin var at lýsa nærri tey øki í lógini, har neyðugt er við broytingum. Vit umrøða álitið saman við skrivaranum í bólkinum, Arnbirni Ó. Dalsgarð. Hoyrið sendingina her Hetta er helst tað størsta, sigur miðvingurin, Sverri Sandberg Nielsen, um avrikið, sum tryggjaði honum evropameistaraheitið í rógving í einskullara um vikuskiftið. Sterki rógvarin, sum seinastu árini bara er vorðin betri og betri, vann EM kappingina í Poznan í Póllandi framman fyri polska Natan Wegrzycki Szymczyk og norska rógvaran, Kjetil Borch. Tað hevur altíð verið málið hjá mær at vera bestur av øllum, og ta málið havi eg nátt í ár, sigur hann. Helt seg til ætlanina Sverri Sandberg Nielsen var á fimta plássi stóran part av róðrinum, men tá helmingurin av teimum 2.000 metrunum vóru farnir afturum, byrjaði hann at taka seg inn á kappingarneytarnar. Málið var at fylgja norska rógvaranum, og ta ætlanina helt hann seg til, hóast týski rógvarin, Oliver Ziedler, legði seg væl framum hinar frá byrjan. Tað gekk alt, sum vit høvdu avtalað, men eg hugsaði ikki so nógv um týskaran, og tað var kanska gott onkursvegna, at eg ikki sá, hvussu langt frammanfyri hann var. Tí tað kundi havt við sær, at fjáltur kom á meg, sigur nýggi evropameistarin. Síðstu metrarnar tók hann týskaran aftur, og helt hinar aftanfyri seg á bergtakandi hátt. Vert øll ofrini Og Sverri Sandberg Nielsen hevur ilt við at seta orð á tað, sum fór ígjøgnum høvdið og kroppin, tá hann fór um málið, sum skjótasti maðurin í evropa í einskullara. Tað er vert alt, sum eg havi ofrað fyri hetta. Alt tað, sum eg havi vant, og alla pínuna, sum tað hevur við sær, sigur Sverri Sandberg Nielsen. Verandi veðurlagspolitikkur fer úr gildi í ár, og einki ítøkiligt er komið frá landsstýrinum enn um, hvat Føroyar vilja á veðurlagsøkinum næstu árini. Dómaranevndin hjá HSF hartar nú VÍF venjaran, John Larsen, fyri tað, sum hann segði í samrøðu við Kringvarpið eftir dystin millum Neistan og VÍF, har Neistin fekk eitt sonevnt spøkilsismál eitt mál, sum varð skrásett á dómaraseðilinum, men ikki varð skotið í veruleikanum. Í samrøðuni úttalar venjarin hjá VÍF seg niðurgerandi um føroyskar dómarar og dómaraborðið, og hetta heldur dómaranevndin er sera óheppið. Eisini sýndi venjarin hjá VÍF ósømiligan atburð við dystarenda, skrivar Dómaranevndin. John Larsen fanst at dómarunum Dómaraborðið hevur ikki tal á málunum, og so er talan um greitt brotskast til endans. Sjálvt Neistin viðgongur tað, segði John Larsen við ítróttarsendingina, 3 2. Tað er spell, at dómararnir ikki eru á nøktandi støði, tí avrikið hjá spælarunum er gott. Vit spæla ein sera góðan dyst, men nógv gongur ímóti, har tey dómarar og dómaraborð, red. ikki hava tamarhald á nøkrum. Tey vita ikki so frægt sum, hvussu mann leggur protest, segði John Larsen. VÍF skal tryggja, at støðan ikki endurtekur seg Hondbóltssambandið heitir á venjarar, spælarar og onnur um at kenna sær hógv, tá tey úttala seg til fjølmiðlarnar og minnir á teirra støðu sum leiðarar og fyrimyndir. Dómaranevndin hevur heimild til at vísa slíkan atburð til aganevndina, men sigur, at í hesum førum hevur hon heitt á VÍF um at tryggja, at ein slík støða ikki endurtekur seg og fer ikki at gera meir við málið. Fíggjarlógin kyndi enn meira undir glóðheita føroyska búskapin. Vinnuhúsið hevur greinað føroyska búskapin. Úrslitið er, at skuldin hjá landskassanum kann skjótt vaksa. Vøksturin í rakstrarútreiðslunum í fíggjarlógini fyri 2020 er meira enn tvífalt so stórur sum árligi miðalvøksturin í rakstrinum frá 2015 til 2018, sum longu var alt ov stórur, sigur Vinnuhúsið. Og hetta var, áðrenn nakar visti, at korona kom. Vinnuhúsið sigur, at tað verður stór politisk avbjóðing at stýra fíggjarviðurskiftum landsins í framtíðini. Raksturin hjá landinum er pumpaður upp í allarbestu tíðum, og inntøkurnar skulu tí ikki broytast nógv skeiva vegin, áðrenn landskassin fær munandi hall og vaksandi skuld sum frá líður. Tað sæst longu í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2021, hvussu viðbrekin gongdin er. Landskassin fer frá avlopi, sum var 428 milliónir krónur í 2019, til hall, sum verður 367 milliónir krónur í 2020. Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2021 er hallið 171 milliónir krónur. Úrslit landskassans fer tí slaka milliard, 966 milliónir krónur, skeiva vegin í bara tvey ár. Politiska skipanin hevði longu mist tamarhaldið á útreiðsluvøkstrinum, langt áðrenn, nakar hevði hoyrt um koronu, sigur Vinnuhúsið. Marine Stewardship Council, MSC, hevur gjørt vart við, at góðkenningin fyri norðhavsild í landnyrðings Atlantshavi fer úr gildi á nýggjárinum Og hon verður ikki endurnýggjað uttan so, at strandarlondini semjast um, hvussu sildin skal býtast millum londini, sigur MSC, ið góðkennir burðardygga veiðu. Lættari er at selja fisk og fáa meira fyri hann, um hann hevur MSC góðkenning. Og tey, sum keypa fisk, eru farin at krevja, at fiskurin hevur MSC góðkenning. Føroyska sildaveiðan hevur MSC góðkenning. Í fjør fiskaðu strandarlondini 777.000 tons av sild, 32 prosent meira enn ICES mælti til at fiska. Færri børn eru fødd, og færri fólk eru deyð frá 1. september í fjør til 1. september í ár enn frá 2018 til 2019. 42 færri børn og 34 færri deyð, vísa tølini hjá Hagstovuni. Tann 1. september í ár var fólkatalið 52.703, 768 fleiri enn fyri einum ári síðani. Frá 2018 til 2019 var vøksturin størri, tá var hann 919 fólk. Hagstovan sigur, at ilt er at siga, um korona ávirkar gongdina í fólkatalinum. Orsøkin til minni vøkstur í ár er minni nettotilflyting. Hon er minkað úr 629 fólkum niður í 486 fólk. Ein uppgerð hjá norsku ferðavinnuni vísir, at inntøkurnar hjá feravinnuni minkaðu við 41 milliardum krónum frá januar til august í ár, samanborið við somu tíð í fjør, skrivar tíðindastovan NTB. Serliga merkti ferðavinnan sera væl, at nógv færri útlendsk ferðafólk komu til Noregs. Talan var um eina afturgongd uppá 68 prosent, vísir uppgerðin. Stjórin fyri norsku ferðavinnuna, Kristin Krohn Devold, sigur við NTB, at uppgerðin prógvar, at ferðavinnan hevur tørv á peningi til at rinda fyri fastar útreislur, sum eru av koronakreppuni. Fær vinnan ikki stuðul, so er vandi fyri, at nógv arbeiðspláss fara fyri skeyti. Og vinnan hevur tørv á peningi, sum kann rinda upp til 80 prosent av føstu útreiðslunum, sigur hon. Og tørvurin stendur við, so leingi sum koronakreppan ger um seg, leggur hon aftrat. Hon sigur, at tøær 680 milliónir krónur, sum eru settar av í uppskotinum til fíggjarlóg, mugu setast av til útreiðslur fyrstu tríggjar mánaðirnar í 2021, og síðani má játtanin økjast eftir tørvi. Stjórin fyr norsku ferðavinnuna sigur seg ógvast um útspælið frá myndugleikunum, sum siga, at marknaðurin má gera av, hvørjar fyritøkur í ferðavinnuni skulu halda fram. Og ger vart við, at eingin ferðavinnufyritøka hórar undan við eftirspurninginum sum er nú. Eysturoyartunnilin sæst nú aftur í fólkatalinum. Fólkatalið í Sjóvar kommunu er vaksið 2,7 prosent seinasta árið, í Nes kommunu er vøksturin 3,2 prosent og í Runavíkar kommunu 2,1 prosent. Størsti fólkavøksturin er í Eysturoynni og í høvuðsstaðarøkinum. Í Eysturoynni er hann 1,9 prosent og í høvuðsstaðarøkinum 1,8 prosent. Men ikki bara í kommunum, sum eru við Eysturoyartunnilin, er vøkstur í fólkatalinum. Í Eiðis kommunu er vøksturin 3,2 prosent. Sandoyartunnilin er á veg, og í Sandoynni er fólkatalið farið at vaksa. Demokratiska valdið í USA er býtt í tríggjar partar, og lagt soleiðis til rættis, at tað skal vera so torført sum gjørligt at stýra. Í hesum partinum tosa vit um hvat vald Senatið og Umboðsmannatingið hava, umframt nakrar av søguligu orsøkunum til, hví skipanin er soleiðis sett saman. Týsdagin 3. november verður hátíðarhald í skúlanum á Fløtum í Havn í sambandi við, at skúlin verður tikin í brúk, sigur Sigurð Ólason Vang, leiðari á Mentanardeildini hjá Tórshavnar kommunu. Byrjað verður at flyta í skúlan dagin fyri ella fríggjadagin 30. oktober. Øll flyta ikki í senn, men flytingin tekur nakrar dagar. 15 bingjur, 40 føtur stórar, eru komnar til landið við innbúgvi. Og flytast skulu eisini millum 370 til 400 vørupallar við amboðum og øðrum tilfari úr hinum skúlunum, sum skúlin á Fløtum er í nú. Skúlin á Fløtum er nú í seks hølum í Havn. Í framløgu síni í gjár, segði bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, at koronusmittan skal ikki sleppa at gera um seg í landinum, tí tað hevði kravt ov nógv mannalív. Hann vil ikki stongja samfelagið fullkomiliga, men at talan er um eina skipan við avmarkingum, har alt landið verður skipað í ymisk vandaøki. Boris Johnson sigur, at skipanin at stongja lokalt hevur verið trupul og havt ójavnar reglur við sær. Og nú skulu lokalu reglurnar gerast einfaldari. Nýggja skipanin hevur ymisk stig av avmarkingum í trimum ymiskum vandabólkum. Johnson sigur, at meginparturin av landinum fer í miðal vandabólkin, men at flestu økini, sum í dag hava lokalar avmarkingar enda í hægsta vandabólki. Og í hægsta vandabólki, sum er sera vandamikið er fyri øki, har smittan breiðir seg skjótt. Í økjum, har smittuvandin er sera stórur, verða barrir, venjingarstøðir og kasino stongd, sigur Boris Johnson. Og býurin Merseyside fer í henda bólk í morgin. Koppingarevni fyri koronu er á gáttini, og um alt gongur væl, kunnu vit vænta, at fyrstu føroyingarnir verða koppsettir fyri jól, sigur Bjarni á Steig, yvirlækni á Landssjúkrahúsinum og ráðgevi hjá Heilsumálaráðnum. Erna Solberg, forsætisráðharri í Norra, hevur í morgun sagt, at tað verður ókeypis at koppseta seg. Og Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sigur við Vágaportalin í morgun, at tað eisini í Føroyum verður ókeypis at koppseta seg. Ein millión er játtað til uttanveltaða kanning av Fróðskaparsetrinum, og hendan kanningin skal millum annað endurskoða læraraútbugvingina, sigur Jenis av Rana. Hvussu verður amerikanski forestin valdur, og hvussu við senatinum og umboðsmannatinginum Í hesum partinum hyggja vit at hvussu forsetin verður valdur, um hetta í veruleikanum er eitt beinleiðis val og hvussu limirnir í senatinum og umboðsmannatinginum verða valdir. Regin Berg, stjórnmálafrøðingur greiðir frá. Í dag tekur føroyska U21 landsliðið við monnum ímóti Montenegro í áttanda undandystinum til EM endaspælið. Føroyska liðið hevur staðið seg væl seinastu dystirnar. Fyrst við at vinna á Ísrael, og síðan við at vísa góð avrik móti Norðurmakedónia og ikki minst móti Spania seinasta mikudag, tá tað varð til eitt 2 0 tap. Dysturin verður spældur á Svangaskarði klokkan 17 00. Áskoðarar sleppa ikki til dystin, men Televarpið vísir hann á Rás 1, og FM1 hevur beinleiðis útvarpsfrásøgn. 6. oktober er nú eisini svarti oktober í tónleikahøpi, tí tað var dagurin, tá ein av størstu gittarhetjunum nakrantíð, Eddie van Halen, doyði, 65 ára gamal. Eddie van Halen kollvelti nevniliga fullkomiliga mátan, sum tað verður spælt rokk upp á gittaran, og verður hann roknaður á hædd við Jimi Hendrix. Eddie van Halen fekk staðfest krabbamein í tunguni í 2000, men bleiv frískur. Men sjúkan kom aftur og tók at enda lívið av einum av størstu gittarhetjunum, sum nakrantíð hevur livað. Í tríggjar tímarnar minnast Fróði Løkságarð og eg, Uni Leitisstein Hansen, Eddie van Halen við samrøðum og einari rúgvu av tónleiki. Eitt mál fyllir meir enn onnur mál á kommunuvalinum í Sjóvar kommunu. Tunnilin kemur í næstum. Tað merkir tó ikki, at strandingar ikki halda ymiskt eigur at gerast. Fólk hava mist álitið á landsstýrisformanninum Kim Kielsen. Orsøkin er sonevnda rognkelsismálið. Kim Kielsen leigar út ein bát, sum fiskar rognkelsi, og kvotan er størri í ár enn í fjør. Men landsstýrið sigur, at 204 tons, sum ikki blivu fiskað í fjør, eru flutt til í ár. Í síðstu viku atkvøddi Landstingið um eina misálitisváttan. Kim Kielsen slapp við neyð og deyð undan misáliti, tí 13 atkvøddu fyri og 14 ímóti uppskotinum um misálit. Tveir tinglimir atkvøddu ikki. Hóast reglur eru í Grønlandi um, hvussu nógv fólk kunnu koma saman í hesum koronutíðum, eru tær ikki galdandi fyri slík mótmælistiltøk. Landstingsval var 24. apríl 2018. Njósningin hevur við sær, at kunning og vitan fyri fleiri milliardir krónur hvørt ár verður flutt úr Svøríki. Stuldurin umvegis netið verður framdur av nógvum ymsum pørtum. Vit síggja, at minst 15 lond reka slíkt ólógligt virksemi ímóti Svøríki, sigur nýsetti stjórin í S po, Charlotte von Essen við tíðindastovuna, TT. Londini nýta nógvar ymsar hættir til sítt virksemi, og tí er torført at steðga virkseminum. Hon mælir svensku fyritøkunum og myndugleikunum til at økja um trygdina. S po mælir til skipanir, sum bæði tryggja fyritøkurnar og starvsfólkini ímóti telduálopum. Tað er helst heldur ikki nóg mikið, og tí er neyðugt við serligum lásaskipanum, bæði í fyritøkunum sjálvum, og eisini hjá starvsfólkunum. Neyðugt er eisini hjá fyritøkunum at tryggja, at starvsfólk, sum arbeiða við viðkvomum upplýsingum, eru álítandi og vilja fyritøkuni tað besta, sigur Charlotte von Essen við TT. Tær tríggjar kommunurnar í eldrasamtakinum Roðanum hava sett pengararnar av í ár og næsta ár. Í umbyggingini verður farið frá tveimum køkum til ein køk, sum er høgliga staðsettur í húsinum. Allar funktiónirnar, sum nú eru í kjallaranum í Heilsudeplinum í Runavík, flyta í ellisheimið. Og svimjihylurin, sum ikki er brúktar í meira enn tíggju ár, verður tikin í brúk aftur. Sáttmálar eru gjørdir við tey, sum skulu gera umvæingararbeiðið. Arbeiðið byrjar alt fyri eitt. Sambært tíðarætlanini verður tað liðugt seint næsta summar. Uttanríkis og Mentamálaráðið hevur nú gjørt eina kunngerð, hvussu næmingar í fólkaskúlaaldri, sum ikki hava føroyskt sum móðurmál, skulu læra at tosa, lesa og skriva føroyskt. Okkurt um helmingurin av teimum 100, sum tá stóðu á bíðilista, bíða ikki longur. Men samstundis eru komnar metnógvar nýggjar ávísingar, so nú eru 141 fólk á bíðilista. Neurologiin hevur verið eitt raðfest øki seinnu árini, og bíðitíðin er stytt úr 12 mánaðum niður í minni enn tveir mánaðir, sigur Landssjúkrahúsið. Fyrst skal evropameistarin hitta løgmann í Tinganesi klokkan 14, og klokkan 17 skipar Vága kommuna fyri móttøku á Miðstaðarøkinum í Miðvági. Svøríki missir hvørt ár fleiri milliardir krónur, tí onnur lond njósnast í landinum. Talan er bæði um njósning á netinum og av fólki. Njósningin hevur við sær, at kunning og vitan fyri fleiri milliardir kr, hvørt ár verður flutt úr Svøríki. Stuldurin á netinum verður framdur av nógvum ymsum pørtum. Vit síggja, at minst 15 lond reka slíkt ólógligt virksemi ímóti Svøríki, sigur nýsetti stjórin í Sa po, Charlotte von Essen, við svensku tíðindastovuna, TT. Londini nýta nógvar ymsar hættir til sítt virksemi, og tí er torført at steðga virkseminum. Hon mælir svensku fyritøkunum og myndugleikunum til at økja um trygdina. Tað er helst heldur ikki nóg mikið, og tí er neyðugt við serligum lásaskipanum, bæði í fyritøkunum sjálvum, og eisini hjá starvsfólkunum. Neyðugt er eisini hjá fyritøkunum at tryggja, at starvsfólk, sum arbeiða við viðkvomum upplýsingum, eru álítandi og vilja fyritøkuni tað besta, sigur Charlotte von Essen við TT. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, fer í dag ella í morgin at velja nýtt fólk í nevndina hjá Føroya Tele. Ómar Svavarsson, sum var nevndarformaður, segði seg úr nevndini 4. september. Sum er bíðar nevndin eftir landsstýrismanninum, sum skal velja nýggjan nevndarlim, og stjórin biðar eftir nevndini, sum ikki er fullmannað í løtuni. Tá mansliðini hjá Neistanum og VÍF hittust sunnudagin, fekk Neistin eitt sonevnt spøkilsismál eitt mál, sum varð skrásett á dómaraseðilinum, men ikki varð skotið í veruleikanum. Vit spæla ein sera góðan dyst, men nógv gongur ímóti, har tey dómarar og dómaraborð, red. ikki hava tamarhald á nøkrum. Tey vita ikki so frægt sum, hvussu mann leggur protest, segði John Larsen. Samstundis viðurkennir Dómaranevndin talufrælsið. Spurningurin er so Var útsøgnin átaluverd Hvar gongur markið fyri, hvat ein kann loyva sær at siga alment eftir ein dyst Bretska stjórnin hevur gjørt fiskivinnuna til høvuðsspurningin í samráðingunum um brexit, og tað kemur illa við hjá fleiri londum í ES, sum fiska nógv í bretskum sjógvi. Fiskivinnan hevur nógv størri týdning fyri Danmark og Frakland, enn hon hevur fyri bretar, og tí verður málið umrøtt á toppfundi í ES í vikuni, skrivar TV2. Fiskivinnan í Bretlandi er bert 0,12 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni, og inntøkurnar eru minni hjá vinnuni enn hjá handilshúsinum, Harrods, í London. Í Danmark er støðan øðrvísi, tí í fjør landaðu donsk skip fisk fyri 3,3 milliardir krónur, og meginparturin var fingin í bretskum sjógvi. Danmark fekk 26 milliardir krónur fyri fiskin. Og so eru 16.000 arbeiðspláss í Danmark tengd at fiskivinnuni. Ein uppgerð vísir, at fiskivinnan hevur fimm ferðir størri týdning fyri danska búskapin, enn fyri bretska búskapin. Frá 2012 til 2016 fiskaðu bretsk skip 94.000 tons um árið í bretskum sjógvi, meðan skip úr ES londunum fiskaðu 740.000 tons um árið. Tí hevur fiskivinnan sera stóran týdning fyri ES londini, og ES ætlar at gera alt, sum er møguligt, fyri at varðveita rættindini í bretskum sjógvi. Bretski samráðingarleiðarin, David Frost, hevur gjørt greitt, at størri javnvág má fáast í fiskivinnuna, so bretar sjálvir fáa størri rætt til fiskiríkidømið. Hann hevur slakað eitt sindur seinastu dagarnar, og mælir nú til eina avtalu, sum skal gjalda í trý ár, og síðani skulu samráðingar vera um fiskiskapin hvørt ár. Men Danmark, Frakland, Týskland, Holland og Belgia siga seg ikki vilja góðtaka eina slíka skipan, men vilja heldur hava eina skipan, sum varar í fleiri ár. Tí tað hevur týdning fyri vinnuna í londunum, at ein trygg skipan verður galdandi í framtíðini. Støðan hjá Bretlandi er viknað, eftir at tað kom fram, at Bretland og Noreg hava gjørt eina avtalu, sum gevur norsku fiskivinnuni eina fasta kvotu í bretskum sjógvi. Samráðingarleiðarin hjá ES, Michel Barnier, hevur tosað við stjórnirnar í londunum, sum hava áhuga í fiskirættindum í bretskum sjógvi. Hann hevur boðað londunum frá, at neyðugt verður at góðtaka bretsk krøv, um nøkur avtala skal fáast í lag. ES vil hava Bretland at góðtaka felags skipan fyri ídnaðin, so samstarvið kann halda fram sum nú. Og semja má eisini fáast um, hvør dómstólur skal vera galdandi. Bretar hava higartil víst aftur at góðtaka ES dómstólin sum evsta vald, men í løtuni verður einki annað umrøtt. Sambært tølunum, sum vórðu kunngjørd fyrrapartin, eru 478 staðfest at vera smittað. 467 teirra eru ikki smittað longur, so nú eru 11 sjúk. Saman við Tórshavnar havn ætlar Strandferðslan at tryggja, at virksemið við farmi verður lagt betur til rættis næsta summar, tá nýggja havnin er tikin í brúk. Og Strandfaraskip landsins arbeiðir við nýggjari prísskipan og bíleggingarskipan, so betur ber til at leggja til rættis og gera inntøkurnar hjá Strandferðsluni størri. Skal ferð setast á byggingina av vardum bústøðum, so mælir Edvard Heen til, at landið finnur fleiri samstarvsfelagar at lyfta uppgávuna. Nýggi evropameistarin í einskullara, Sverri Sandberg Nielsen, hevur altíð íðkað nógvan ítrótt, men tað var av tilvild, at hann fór at rógva. Hann varð biðin at vera avloysari á kappróðrarbátinum Riddaranum úr Miðvági, og eitt skifti róði hann eisini við Kolli í Kollafirði. Fundurin hóskvøldið er partur av Heystfagnaðinum á Eiði, og verður sendur beinleiðis í sjónvarpinum. Í ár er ikki møguligt at bjóða áhoyrarum við til fundin, sum í staðin verður sendur í sjónvarpinum. Hyggjarar hava tó kortini møguleika at seta spurningar. Skriva tín spurning, so stuttan og greiðan sum tilber, og tilskila, hvønn spurningurin er til. Til ber at seta spurningar her á heimasíðuni í annaðkvøld. Luttakarar eru landsstýrismaðurin í landbúnaðar og ferðavinnumálum, umboð fyri allar flokkar á løgtingi, umboð fyri Jarðir og Hagafelag Føroya, leiðarin á Menningardeildini hjá Visit Faroe Islands, umframt umboð fyri landbúnaðin. Kjakfundurin á Eiði verður sendur beinleiðis í sjónvarpinum, og tú kanst seta politiska myndugleikanum, umboð fyri flokkunum, umboð fyri Jarðir og Visit Faroe Islands tín spurning. Kýpros fer ikki longur at útvega gylt pass , sum geva ríkum útlendingum atgongd til innara marknaðin í ES og rætt til at ferðast frítt í samveldinum við ongum visum. Boðini um, at hetta nú verður steðgað, komu eftir at sjónvarpsrásin, Al Jazeera, vísti eina dokumentarsending um kýpriotisku íløguskipanina. Í sjónvarpssendingini kom fram, at fleiri kýpriotiskir tænastumenn, politikarar, advokatar og fastognar íleggjarar eru uppi í eini skipan, har brotsmannalið kunnu keypa ES pass gjøgnum íløguskipanina. Serliga russiskir og ukreinskir miljóningar hava brúkt skipanina, og seinastu tíðina hava fólk í Kina og Kambodja eisini gjørt íløgur í Kýpros. Bárður á Steig Nielsen ynskti Sverra Sandberg Nielsen hjartaliga til lukku við avrikinum sum evropameistari. Hann ynskti honum eisini bestu eydnu við stóru avbjóðingini í OL kappingini í Tokyo næsta ár. Rógving er okkara tjóðarítrótt. Ein ítrótt, sum myndar okkara staðseting sum oyggjaland í Norðuratlantshavi, og sum myndar okkara sterku bond til havið. Við hesum framúr úrslitum verður Sverri stóra fyrimyndin hjá okkum og okkara børnum, tí hann vísir í verki, at tey við venjing og stavnhaldi kunnu røkka stórum úrslitum. Eg vóni, at hetta fer at stimbra føroyska kappróðurin, sum hevur so stóran týdning fyri okkara samleika, segði løgmaður millum annað heilsan síni til Sverra. Palllistafelag Føroya hevði stovnandi aðalfund fyri tveimum vikum síðan. Felagið skal fevna um allar tær listarligu og handverksligu yrkistættirnar, sum hava við føroyska palllist at gera. Felagið kemur í verðina um somu tíð, sum ein nýggj Leikllistafylking er farin í stríð við Tjóðpall Føroya og enntá boykottar tjóðpallin, til stjórin er farin frá. Nýggja felagið, Palllistafelagið, vil ikki taka støðu til ta ósemjuna, men samstundis ger felagið greitt, at tey vilja fegin samstarva við og leika á Tjóðpallinum, sum støðan er. Palllistafelag Føroya hevur havt stovnandi aðalfund fyri tveimum vikum síðan. Felagið skal fevna um allar tær listarligur og handverksligu yrkistættirnar, sum hava við føroyska palllist at gera, sigur ein av stovnarunum, Annfinnur Heinesen. Tað er ein fólkaræðisligur trupulleiki, at kvinnur ofta eru undirumboðaðar á upstillingarlistunum, og av tí sama undirumboðaðar í bý og bygdaráðum og í løgtinginum. Tað stendur skrivað í javnstøðukanningini Ymiskar Fortreytir, sum Javnaðarflokkurin á Fólkatingi hevur gjørt. Føroyingarnir sum vórðu spurdir í hesi kanningini vóru ikki samdir í, um vit skulu hava javnari umboðan á upsstillingarlistunum. Serliga eru tað menn, ið seta seg ímóti, at hava javna kynsumboðan á uppstillingarlistum, meðan helvtin av kvinnunum ynskja javna kynsumboðan. Hetta bendir á, at menn og kvinnur hava eina rættiliga ymiska fatan av teimum avbjóðingunum og forðingunum, sum eru við at stilla upp til val. 29 kommunur eru í Føroyum, men tað eru bert sjey kvinnuligir borgarstjórar. Tær eru í Tórshavnar , Vága , Sørvágs , Kunoyar , Hvannasunds , Húsavíkar og Fugloyar kommunu. Eingir kvinnuligir borgarstjórar eru í Suðuroynni ella Eysturoynni. Eitt av teimum sjey undantøkunum er Eyðdis Hartmann Niclasen. Hon hevur seinastu fýra árini verið borgarstjóri í Vága Kommunu, men hon stillar ikki upp aftur til komandi kommunuval. Politiska arbeiði er ikki øðrvísi hjá eini kvinnu enn tað er hjá einum manni, og tí er eingin orsøk at aftra seg, sigur ein av fáu kvinnuligu borgarstjórunum. Tað er ein fólkaræðisligur trupulleiki, at kvinnur ofta eru undirumboðaðar á upstillingarlistunum, og av tí sama undirumboðaðar í bý og bygdaráðum og í løgtinginum. Tað stendur skrivað í javnstøðukanningini Ymiskar Fortreytir , sum Javnaðarflokkurin á Fólkatingi hevur gjørt. Føroyingarnir sum vórðu spurdir í hesi kanningini vóru ikki samdir í, um vit skulu hava javnari umboðan á upsstillingarlistunum. Serliga eru tað menn, ið seta seg ímóti, at hava javna kynsumboðan á uppstillingarlistum, meðan helvtin av kvinnunum ynskja javna kynsumboðan. Hetta bendir á, at menn og kvinnur hava eina rættiliga ymiska fatan av teimum avbjóðingunum og forðingunum, sum eru við at stilla upp til val. Og tað endurspeglast eisini aftur í býtinum av kommunustýris og borgarstjórasessum. 29 kommunur eru í Føroyum, men tað eru bert sjey kvinnuligir borgarstjórar. Tær eru í Tórshavnar, Vága, Sørvágs, Kunoyar, Hvannasunds, Húsavíkar og Fugloyar kommunu. Eingir kvinnuligir borgarstjórar eru í Suðuroynni ella Eysturoynni. Eitt av teimum sjey undantøkunum er Eyðdis Hartmann Niclasen. hon hevur seinastu fýra árini verið borgarstjóri í Vága Kommunu, men hon stillar ikki upp aftur til komandi kommunuval. Politiska arbeiði er ikki øðrvísi hjá eini kvinnu enn tað er hjá einum manni, og tí er eingin orsøk at aftra seg, sigur ein av fáu kvinnuligu borgarstjórunum. Karin Kjølbro,fyrrverandi tingkvinna, og Kristina Gry Berg, forkvinna í Demokratia, vóru gestir í útvarpsstovuni. Vardir bústaðir Bíðilistin til vardar bústaðir bara veksur og veksur, og standa nú 182 fólk á bíðilista eftir einum vardum bústaði. Sambært Edvardi Heen, stjóra í Almannaverkinum, er talan um ein vøkstur á umleið 60 prosent seinastu fimm árini. Men hóast ymiskar samgongur hava sett pening av til at byggja fleiri vardar bústaðir, so hevur tað gingið striltið at koma á mál við hesum verkætlanum. Súsanna Nordendal, løgfrøðingur, og Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður, vóru gestir í útvarpsstovuni. Gjørt sendingina hava Arnfríð Joensen Dahl og Hallur av Rana. Luttakarar Karin Kjølbro, Kristina Gry Berg, Súsanna Nordendal, Eyðdis Hartmann Niclasen, Edvard Heen og Jóannes Eidesgaard Í september vóru 26.894 løntakarar í Føroyum, veit Hagstovan at siga. Tað eru 250 fleiri enn í september í fjør, tá løntakarnir vóru 26.635. Løntakarar eru fólk millum 16 og 74 ár, sum fáa løn um samtíðarskattaskipanina. Í september vóru 5,1 prosent av løntakarunum í Føroyum fólk, sum ikki hava danskan ríkisborgaraskap. Hetta talið er støðugt vaksandi. Hóast næstan líka nógvar kvinnur sum menn eru á føroyska arbeiðsmarknaðinum, 13.850 menn og 13.050 kvinnur, fáa menninir nógv meira í løn. Teir fingu 545 milliónir krónur í september, kvinnurnar fingu góðar 335 milliónir. Við vanligu grundgevingini um, at landsstýrið arbeiðir við málinum og skal hava frið til tess, tekur samgongan ikki undir við uppskotinum til samtyktar um dagpening til stjórar í smáum feløgum. Stjórar í smáum feløgum, sum hava nøkur fá fólk í arbeiða, eiga eisini at kunna tekna sjálvbodna dagpeningatrygging. Javnaðarflokkurin eigur uppskotið, sum hevur verið í Trivnaðarnevndini. Umboðini hjá samgonguni har mæla frá at samtykkja upskotið, tí landsstýriskvinnan arbeiðir við tí. Og hon skal hava frið til at arbeiða við tí, siga samgongufólkini í Trivnaðarnevndini. Føroya arbeiðsgevarafelag og Føroya handverksmeistarafelag upplýsa, at tey hava 450 limir. 180 teirra hava fimm fólk ella færri í arbeiði. Tað vísir eitt innlit í brævasamskiftið millum løgmann, Bárð á Steig Nielsen, og forkvinnuna í ES, Ursulu von der Leyen, sum Kaj Joensen á Føroysku tíðindastovuni á Christiansborg hevur fingið. Løgmaður skrivaði til ES forkvinnuna, og bað um at fáa fund um viðurskiftini millum Føroyar og ES, millum annað um møguleikan fyri einari fríhandilsavtalu. Skúlabókin, Finka Føroyskt, sum er til annan flokk, hevur vunnið evropisku Belma virðislønina, ið er kappingin um at gerast besti undirvísingarmiðil til grundskúlan í Evropa. Forsetin hevur eftirlit við fólksins heri, sum kinesiski herurin verður nevndur, og sambært kinesisku tíðindastovuni, Xinhua, heitti forsetin á hermenninar um at vera í størstu tilbúgving. 67 ára gamli forsetin er undir stórum trýsti, bæði tá talan er um støðuna í landsynningspartinum av Asia, men eisini mótvegis stórveldunum, India og USA. At Kina ger alsamt meir um seg í Hongkong, hevur fingið ilt í amerikanarar, sum eisini finnast hvassliga at kinesisku ætlanini um at innlima Taiwan í Kina. Nýtið alla tykkara orku til kríggj, men vísið virðing, og verið trúfastir ímóti landinum, segði hann við hermenninar á herstøðini, sambært CNN. USA hevur lovað Taiwan vápn, og tað fanst kinesiski uttanríkisráðharrin hvassliga at. Og Kina sendi mánadagin 40 hernaðarflogfør til leiðirnar við Taiwan. Sambæst CNN hevur Xi Jinping fleiri ferðir hótt við at taka valdið í Taiwan, og landið fær ikki sjálvstýri, hevur hann gjørt greitt. Í juni vóru bardagar, og sambært myndugleikunum í India, lógu 20 indiskir og 43 kinesiskir hermenn eftirá. Kina hevur ikki váttað tíðindini. Mánadagin vrakaði Lønardeildini eitt uppskot um nýggjan sáttmála fyri tann, sum fór úr gildi 1.oktober í fjør, frá sjúkrarøktarfrøðingunum. Lønardeildin ger einki, sigur Jan Mortensen, stjóri har. Hann sigur, at tey hava góðtikið semingsuppskotið og fáa ikki gjørt meira. Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at enn er einki komið, sum gevur Semingsstovninum grundarlag til at kalla inn til nýggja semingsroynd. Jóhan Dahl í Sambandsflokkinum hevur sagt, at hann er til reiðar at atkvøða saman við andstøðuni, um samgongan ikki kann semjast um málið. Bíðilistin at sleppa til viðtalu hjá barna og ungdómspsykiatriini er vorðin tvífalt so langur, meðan korona hevur verið, úr 38 upp í 78 børn og ung. Hetta er fyrstu ferð, at føroysk lærubók fær hendan heiður. Marianna Skarðenni Poulsen hevur skrivað, Kathrina Skarðsá teknað og Nám ritstjórað og givið út. Føroyska bókin vann gullheiðursmerki í bólkinum lærubøkur til 2., 3. og 4. flokk, og sostatt heiðurin, sum besta evropeiska bók í hesum flokki í ár. 13 bøkur úr øllum Evropa vóru í uppskoti til virðislønina. Hoyrið her samrøður við Sigfríð Sólsker, leiðandi ritstjóra á Námi, Marionnu Skarðenni Poulsen, rithøvund, og Marjun Ziskason og Gunvá Magnussen, sum hava ritstjórnað Finku bókaætlanina. Dømini eru umskrivað, tí eg ætli ikki, at fólk skulu kenna seg aftur. Tað er so mikið vanligt at siga hvønnfall, tá ið tað átti at verið hvørjumfall, at vit kundu øll følt okkum rakt, sigur hon. Hann hevur tað ikki so gott, tí hann stríðist við álvarsomum spurningum. Stríðist við tekur hvønnfall Hann stríðist við álvarsamar spurningar. Tað kann vera torført at sleppa av við øllum burturkastinum frá flettingini . At sleppa av við tekur hvønnfall Tað kann vera torført at sleppa av við alt burturkastið. Feskur og feskt kann vera trupult at stava, tí hvar stendur bókstavurin, k, og er nakað r í orðinum Orðið stavast altíð við sk og hevur onki r. Koronusmittan breiðir seg skjótt í fleiri evropeiskum londum, og myndugleikarnir boða frá fleiri tiltøkum fyri at steðga smittuni. Franski forsetin, Macron, hevur boðað frá, at frá leygardegnum verður ikki loyvt at ganga úti í høvuðstaðnum, París, og í fýra øðrum stórum býum, frá klokkan níggju á kvøldi til klokkan seks um morgunin. Tað eru líknandi stig, sum vóru sett í verk í vár, tá koronusmittan fór at breiða seg. Frammanundan hevur franska stjórnin biðið fólk nýta masku, tá tey eru úti, og skeinkistøð og matstovur skulu steingja fyrr um kvøldið. Í Spania hava myndugleikarnir givið boð um, at skeinkistøð og matstovur í Barcelona og aðrastaðni Katalonia skulu lata aftur í tvær vikur. Tað verður eisini gjørt fyri at steðga smittuni. Umboð fyri týsku stjórnina høvdu í gjár fund við landspartastjórninar, og har var semja um bert at loyva 10 fólkum at savnast í teimum økjunum, har smittan ger mest um seg, skrivar DPA. Angela Merkel, samveldiskanslari, umhugsar eisini møguleikan at steingja matstovur og skeinkistøð, har smittan ger mest sum seg, skrivar Ritzau. Men tað tóku landspartaumboðini ikki undir við. Tá spurdi samveldiskanslarin, um tað ikki er best at seta tiltøkini í verk nú, heldur enn at halda fund hvørja viku í vetur, og vísti sína misnøgd við støðuna. Frá í dag mugu bert fimm fólk vera saman í Portugal, og myndugleikarnir hava gjørt av at tvífalda bótina, um brot verður framt, upp í umleið 75.000 krónur Í Bretlandi breiðir smittan seg skjótt, og tað hevur fingið myndugleikarnar í Wales at steingja fyri fólki úr meinast raktu økjunum í Onglandi, Skotlandi og úr Norðurírlandi. Boris Johnson, forsætisráðharri, er undir trýsti at seta fleiri umfatandi tiltøk í verk fyri at steðga smittuni. Tað hevur hann higartil víst aftur, tí tað verður ein vanlukka fyri landið, sigur hann. Í Hollandi komu nýggj tiltøk í gjár, og nú eru skeinki og matstøð stongd í minst tvær vikur, og søla av rúsdrekka er ikki loyvd eftir klokkan átta á kvøldi, skrivar Ritzau. Uppgerðin vísir, at flestu kvinnurnar, sum valdu abort, vóru millum 20 og 29 ár, men eisini gentur niður í 13 14 ára aldur fingu fosturtøku. Í hesi sending spæla vit nýggjan danskan jazztónleik. Vit hoyra tónleik við Jakob Bro, Kathrine Windfeld og Frands Rifbjerg og fleiri Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, kunngjørdi, at dómsnevndin hjá Íversetarahúsinum hevði valt fyritøkuna Thetis til Ársins íverkseta. Løgmaður segði, at Ársins íverkseti hevur loftað einum eftirspurningi frá framleiðsluvinnuni um at veita kanningar í sambandi við matvøruframleiðsluna í Føroyum. Felagið hevur í nøkur ár hevur bygt seg upp til at vera ein kanningarstova á høgum stigi, og fyritøkan hevur millum annað fingið altjóða góðkenningar, sum prógva, at kanningarnar eru á einum altjóða góðkendum stigi. Nýggjasta dømið um hetta er stóri leikluturin í koronukanningunum. Ágrýtni og áræði hevur verið teirra eyðkenni, og hevur felagið víst stóran fleksibilitet fyri at nøkta stóra tørvin, sum brúkarar og samfelagið hava havt tørv á, segði løgmaður. Roknskaparliga hevur gongdin hjá Thetis verið ymisk, men seinastu árini hevur felagið havt støðuga framgongd, og í fjør hevði fyritøkan eitt gott fíggjarligt úrslit. Mett verður, at arbeiðið fer at taka umleið níggju vikur, og at Ternan verður klár at seta aftur í sigling á nólsoyarleiðini fyri jól, sigur Strandferðslan. Fyrstu tíðina eftir, at Ternan er farin á sleipistøð, røkir Jósup siglingina á nólsoyarleiðini, og siglt verður sambært vanligu ferðaætlanini, tó undantikið farmatúrar mikudag og fríggjadag. Tá nýggja tríkiljan, Erla Kongsdóttir, er klár, fer hon at sigla um Nólsoyarfjørð. Erla Kongsdóttir kemur til Føroya um mánaðarskiftið. Strandferðslan sigur, at neyðugt verður at laga fráferðina hjá Hasfjord eftir sjóvarfallinum, og farmatúrar verða gjørdir, tá hægsta flóð er. Samanborið við annan ársfjórðing í ár er brúkaraprístalið 0,3 prosent størri. Samanborið við triðja ársfjórðing í fjør eru prísirnir í miðal 0,2 prosent størri nú. Forsetin í Kirgisistan, Sooronbai Jeenbekov, leggur frá sær fyri at forða fyri fleiri samanbrestum millum mótmælisfólk og trygdardeildir. Eg vil ikki fara í søguna sum forsetin, sum loyvdi blóðbaði, og at fólk í landinum vórðu skotin. Tí leggi eg frá mær, boðar forsetin frá. Politisk kreppa hevur verið í landinum, eftir at almenna valúrslitið á forsetavalinum fyri 11 døgum síðani vísti, at stjórnarflokkarnir vunnu valið. Teir fingu 80 prosent av atkvøðunum. So seint sum í gjár segði Jeenbekov, at hann ongar ætlanir hevði um at leggja frá sær, og at hann ætlar at verða sitandi, til friður aftur valdar í landinum. Meira enn 1.200 fólk hava fingið løstir í samanbrestum við trygdardeildir og mótmælisfólk, síðani mótmælini byrjaðu fyri 10 døgum síðani. Skeiðið verður eisini skipað sum fjarlestur, so at tey, ið hava óhøgliga farleið, eru til skips ella uttanlands, kunnu fylgja undirvísingini á netinum, skrivar Búnaðarstovan, sum tó leggur dent á, at fjarlestrarmøguleikin er eitt eyka tilboð, ið ikki eigur at verða raðfest fram um undirvísingina í skúlastovuni. Fólk, sum skulu taka skeiðið í sambandi við ítøkiliga avtalu um festaraskifti, hava framíhjárætt, stendur millum annað á heimasíðuni hjá Búnaðarstovuni. Næmingarnir fáa hvør sína teldu, flokshølini eru innrættað á serligan hátt, so til ber at hava fjølbroytta undirvísing, og eisini felagshølini verða nýtt í undirvísingini. Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag øðrumegin og Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna hinumegin hava í dag skrivað undir nýggjan sáttmála, sum er galdandi frá 1. oktober ár til 1. oktober 2022. Tólv sangir, níggju á enskum og tríggir á føroyskum máli, eru á plátuni, ið er tikin upp í Studio Bloch, Sauna Recordings, The Space studios og í Bunkaranum. Eivør hevur skriva øll løgini, og hevur samstarva við fleiri aðrar sangskrivarar um bæði løg og tekstir. Marjun Kjælnes hevur skrivað teir tríggjar føroysku tekstirnar á Segl. Framleiðsluna hava Eivør Pálsdóttir og Tróndur Bogasson staðið fyri. Bretski framleiðarin Daniel Heath, hevur framleitt eitt lag og tvey í samstarvi við Eivør og Trónda. Høgni Lisberg hevur framleitt ásláttur og beats. Tónleikarar á Segl eru Mikael Blak, Bass, synth og vocoder Per Ingvaldur Højgaard Petersen, trummir og beats Hallur Johnsson, beats Matthias Kapnas, piano og rhodes Fieke Van Den Hink, harmoniku og kvartettin Who Killed Bambi, strúkarar Onnur bylgja av korona hevur av álvara rakt Evropa. Meðan vit í løtuni hava tamarhald á støðuni í Føroyum, vaksur talið av koronasmittaðum í Evropa skjótt, og fleiri lond lata nú heilt ella partvíst aftur. Vit tosa við Bjarna á Steig, yvirlækna og ráðgeva hjá Heilsumálaráðnum, og Elina Mortensen, sendikvinnu til Evropa Samveldið. Radikale venstre í upploysn Kreppan í Radikale Venstre er blivin uppaftur størri enn fyri einari viku síðani. Tað er komið fram, at Morten Østergaard hevur borið seg ósømiliga at móti fleiri kvinnum. Nýggja forkvinnan, Sofie Carsten Nielsen, verður skuldsett fyri at kava útyvir málið, og flokkurin er nú í upploysn. Í ringasta føri kann avleiðingin verða, at fleiri fara úr flokkinum og stovna ein nýggjan flokk, heldur Thomas Funding, danskur tíðindamaður. Hoyringar í amerikanska senatinum Amy Coney Barrett er í hesum døgum til hoyringar í amerikanska Senatinum. Forsetin, Donald Trump, hevur tilnevnt hana til leysa sessin í Hægsta rætti, ið gjørdist tøkur tá Ruth Bader Ginsburg andaðist í september mánaða. Men hví er Amy Coney Barrett ein so umstríddur dómari, og hví fyllir kjakið um hana so nógv í miðlunum Vit tosa við Tóra Højgaard um tað. Vilja arbeiðsgevarar hava fakfeløg at geva undantøk í verkfalli áðrenn ein arbeiðssteðgur byrjar, skulu samráðingar um tað ikki haldast í eini lønarseming. Tað siga fleiri fakfeløg, nú samráðingar enn einaferð verða ávirkaðar av ósemjuni um undantøk. Nú eru 480 smittutilburðir staðfestir í Føroyum. 471 hava ikki longur smittuna, so níggju eru sjúk. Eingin sjúklingur er innlagdur. 45 fólk eru í sóttarhaldi. Mikudagin vóru gjørdar 417 kanningar, tvær góvu positivt úrslit og 415 negativt. Nú eru gjørdar 142.192 koronukanningar í Føroyum. Kjakið, sum eftir ætlan skuldi verða millum bæði forsetavalevnini, varð avlýst av koronufarsóttini. Í staðin varð skipað fyri valfundi. Høvuðsevnini gjørdust koronufarsóttin, samansvørjingar og Hægstirættur. Fyrsti spurningur til Biden var, hvat hann hevði gjørt øðrvísi í sambandi við koronufarsóttina, var hann forseti. Demokraturin svaraði, at tað er ábyrgdin hjá forsetan at leiða, og at Trump ikki gjørdi tað, eftir at farsóttin fór at gera um seg og rakti USA. Biden, sum var staddur í Philadelphia, skuldsetti Trump fyri at hava tikið ov stórt fyrilit fyri partabrævamarknaðinum, samstundis sum hann gav tí lítlan týdning, hvussu virusið spjaðir seg og sostatt hóttir heilsu og inntøkurnar hjá amerikanarum. Týsdagin deildi Trump eina grein umaftur á Twitter um, at umsitingin hjá Obama, íroknað Biden, lat amerikanska serhermenn drepa, og at almenna søgan um, hvussu Osama bin Laden doyði, var bluff. Eg sendi greinina umaftur, eg deildi hana har. Fólk kunnu sjálv meta um, segði Trump. Men verturin hevði ilt við at góðtaka verjuna og svaraði aftur. Eg skilji tað ikki. Tú ert forsetin. Tú ert ikki øri gubbin, sum bara kann senda út alt møguligt, segði Savannah Guthrie, vertur. Samstundis varð Biden spurdur um broytingina í rættarskipanina í 1994, sum hann var við í. Funnist varð at broytingini, tí hon í størri mun rakti minnilutar, og tí eru minniluta yvirumboðaðir í amerikonskum fongslum. Søkt verður eftir lækna at arbeiða hjá landslæknanum í Føroyum. Talan er um eitt sokallað introstarv, ella introduktionsstilling, sum starvið eitur á donskum. Hetta er starv, sum læknar fáa í eitt ár eftir klinisku støðisútbúgvingina, fyri at vita, um serlæknayrkið, sum tey fáa introstarv í, er nakað fyri tey. Starvið hjá landslæknanum er í samfelagsmedisini. Samfelagsmedisin er, sambært orðabókini, felagsheiti fyri arbeiðsmedisin, sosialmedisin og fyrisitingarmedisin. Tann, sum fær starvið hjá landslæknanum, skal byrja 1.januar 2021 og arbeiða í eitt ár. Starvið er fjølbroytt og umfatar bæði ráðgeving, eftirlit og líkskoðan. Tað skrivar amerikanskir miðlar. Uttanríkisráðharrin í Meksiko, Marcelo Ebrard, skrivar á Twitter, at hann frætti um handtøkuna frá amerikanska sendiharranum í Meksiko, Christopher Landau. Tíðindastovan AP endurgevur tvær ónevndar keldur, sum siga, at tað var narkoløgreglan, DEA, sum handtók Cienfuegos, og at hann er skuldusettur fyri at selja rúsevni og hvítting. DEA hevur ikki svara fyrispurningum frá AP tíðindstovuni. Cienfuegos var verjumálaráðharri í Meksiko frá 2012 til 2018 tá Enrique Pena Nieto var forseti. 72 ára gamli Cienfuegos, sum nú er pensjóneraður, varð handtikin á flogvøllinum í Los Angeles, tá hann kom við familju síni, skrivar Associated Press. Íbúðirnar eru 80 ella 90 fermetrar og hava ávikavist tvey og trý kømur. Innskotið er 310.000 krónur fyri 80 fermetrar og 350.000 krónur fyri 90 fermetrar. Húsaleigan, sum eisini fevnir um streym og hita, viðlíkahald, trygging og annað, er 6.100 krónur um mánaðin. Ætlanin er, at seinna byggistigið verður á Stórheyggi fer í gongd eftir ársskiftið, um áhugi er fyri tí. Rithøvundurin Sara Omar er komin til Føroya at tosa um skaldsøgur sínar Dødevaskeren, sum kom í 2017, og Skyggedanseren, sum kom í fjør. Tvey tiltøk við Saru Omar vera í Norðurlandahúsinum í morgin. Skaldsøgurnar hjá Sara Omar hava elvt til nógv kjak, serliga tí tær viðgera so viðkvom evni sum kvinnukúgan, blóðskemd, pedofili, harðskap móti kvinnum og børnum, og hvussu mentan, religión og samfelagsskipanir ávirka lívsmøguleikarnar hjá kvinnum og gentum. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna í almannamálum, heldur, at nú eru glottar at hóma, tí bústaðarpakkin hjá landsstýrinum er um at vera liðugur. Nordafarstøðin, betur kend sum Føroyingahavnin, var einaferð størsta fiskivinnu og útgerðarhavn í øllum Grønlandi. Tað er ikki ov nógv sagt, at flakavirkið í Føroyingahavnini fekk stóran týdning fyri flakavinnuna í Føroyum. Nógvir menn, sum høvdu havt álitisstørv haryviri, gjørdust seinni undangongumenn ella formenn á nøkrum av teimum flakavirkjunum í Føroyum, ið vóru komin ella komu um sama mundið her, og í árunum aftaná. Spurningurin hevur leingi ligið í luftini, hvat gerast skal við leivdirnar av Nordafarstøðini. Í 2017 varð kanning og skráseting gjørd av bygningum og ídnaðaranlegginum á støðini. Niðurstøðan í frágreiðingini, sum Tjóðsavnið og Landsverk í felag stóðu fyri, er, at rættast er at taka niður allar bygningar og burturbeina teir. Mett verður, at hetta fer at kosta millum 23 og 40 milliónir krónur. Og tað verður ein torførur og dýrur umgangur at burturbeina støðina, tí reglurnar um burturbeining av skaðiligum ella dálkaðum tilfari, sum tað er nógv av her, eru ógvuliga strangar. Hóast talið fækkar av teimum, sum arbeiddu í Føroyingahavnini, tá virksemið var í hæddini frá fimtiárunum og frameftir, so eru framvegis nógvir føroyingar á lívi, sum kunnu greiða frá virkseminum tey árini. Somuleiðis hava teir eina meining um, hvat gerast skal við mongu leivdirnar ella tað, sum eftir er av Føroyingahavnini. Lagt til rættis og gjørt sendingina hava Kári Mikkelsen Jens Jákup Hansen. Sum er bíðar nevndin eftir landsstýrismanninum, sum skal velja nýggjan nevndarlim, og stjórin bíðar eftir nevndini, sum ikki er fullmannað í løtuni, men tað verður hon týsdagin. Tað verður ein maður, sum verður valdur í nevndina, tí í løtuni hevur landsstýrið tvær kvinnur og ein mann í nevndini hjá Føroya Tele. Vøksturin í nýggja e ítróttinum er sera stórur, har flest øll ungu kenna til eSport. Fyribrigdi eSport er sera stórt í umheiminum, og seinastu árini hava føroyingar fylgt væl við í rákinum við millum annað við kappingardeildini í CS GO, Elektron Deildin. League og Legends spælið er mest spælda spælið í heiminum, sum nú fer at hava sína egnu deild í Føroyum nevniliga Effo Deildin. Semi finalan verður 16. og 17. oktobur klokkan 18 00 báðar dagar. Semi finalan verður spæld í einum best av 3 formati, har vinnarin kemur víðari til finaluna. Verkfall verður lýst fyri sjúkrarøktarfrøðingar á G4 á Landssjúkrahúsinum, skurðsjúkrarøktarfrøðingar á skurðgongini á Landssjúkrahúsinum og á Klaksvíkar sjúkrahúsi, og sjúkrarøktarfrøðingar á seingjardeildini á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Vit hava nú verið í sáttmálaloysi síðani 1. oktober 2019. Viljin til at finna eina loysn hevur verið stórur frá okkara síðu, og vit hava veruliga tikið atlit til alheimsheilsustøðuna. Men Fíggjarmálaráðið tykist ikki at ynskja eina semju, og roynir enntá at grugga málið við at draga lønarhækkingina, ið vit samráddu okkum til í 2017, inn í lønarkarmin hesuferð. Eftir at hava sitið til samráðingar síðani 4. desember 2019 og saman við Semingsstovninum í 4 vikur, mugu vit bara staðfesta, at samráðingarnar ikki bera á mál. Hoyr eyka tíðindasendingina, sum var í útvarpinum klokkan 10 50, her. Anna Maria og maðurin Ingvi ættleiddu tvey børn úr India, Karin og Pravin. Tað vísti seg, at drongurin bar álvarsamt brek. Tey hava leitað sær læknahjálp, men sjúkan er sjáldsom her. Men í India er títtleikin ein annar, so tey fóru eisini yvir til India fyri at fáa meiri at vita um brekið. Hvussu eru leikfólk fyri, tá læknavísindi og journalistar kappast um at vera skjótast við tíðindum. Ber til at trúgva tíðindum, sum bara eru at hoyra í Føroyum, at korona koppsetingin kemur fyri jól. Vit skifta orð um miðlarnar og kommunuvalið og hvørji evnið vera sett á dagsskránna uppundir eitt kommunuval. Kommunuval verður týsdagin 10. november altso um ein lítlan mána. Valevnini eru so smátt farin at skriva valgreinar. Higartil mest í teimum størru kommununum. Hon sigur, at nógv fólk eru á bíðlista á fáa skurðviðgerð á sjúkrahúsinum longu í næstu viku, og Klaksvíkar sjúkrahús fer at biðja sjúkrarøktarfrøðingafelagið um undantøk. Tey, sum ætla at fáa farm við Smyrli, skulu boða frá gjøgnum eina bíleggingarskipan, so Strandferðslan altíð veit, hvussu nógvur farmurin er, sum skal við. Í næstu viku eru 15 20 skurðviðgerðir á skránni á Landssjúkrahúsinum, og nú verður støða tikin til, um onkur viðgerð skal avlýsast. Tað sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður, um sáttmálatrætuna millum sjúkrarøktarfrøðingarnar og Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum. Men í gjár noyddust semingsmenninir at ásanna, at grundarlag er ikki fyri at kalla partarnar saman aftur, tí teir standa ov langt frá hvørjum øðrum í nøkrum kardinalspurningum, sum Terje Sigurðsson málber seg. Innflutt er fyri 5,2 milliardir krónur, 335 milliónir krónur, ella sjey prosent, meira enn fyrstu átta mánaðirnar í fjør. Útflutningurin er minkaður tað sama sum innflutningurin er vaksin, sjey prosent. Finski forsætisráðharrin, Sanna Marin, fór í morgun av toppfundinum í ES og aftur til Finnlands, tí hon kann vera smittað av koronu Svenski forsætisráðharrin, Stefan Løfven, fer at umboða Finnland á toppfundinum í ES, nú finski forsætisráðharrin noyddist til hús, skrivar DR. Myndugleikarnir í Hvítarusslandi vilja hava hendur á andstøðuleiðaranum, Svetlanu Tikhanovskaju, fyri ikki at hava gjørt eftir boðum frá myndugleikunum. Svetlana Tikhanovskaja kendi seg í august noydda at flýggja til grannalandið Litava, eftir eitt umstrítt forsetaval í Hvítarusslandi. Á valinum varð sitandi forsetin sagdur at vera vinnari, tí hann fekk 80 prosent av atkvøðunum. Eftir valið fóru fólk í túsundatali út á gøturnar at mótmæla, millum annað tí Tikhanovskaja bað tey um tað. Hon hevur síðani valið kravt, at forsetin, Lukasjenko, leggur frá sær, og hevur skipað eitt ráð, sum skal slóða fyri broytingum í landinum. Fleiri limir í ráðnum eru fongslaðir. Svetlana Tikhanovskaja stendur eisini á einum russiskum lista yvir fólk, sum russisku myndugleikarnir vilja hava hendur á. Tað er eftir eini avtalu millum fleiri lond í Eysturevropa, sum bæði Russland og Hvítarussland hava samtykt, upplýsir hvítarussiska innanríkisráðið. Svetlana Tikhanovskaja heldur fram við at leggja trýst á stjórnina í Hvítarusslandi, hóast hon er í útlegd í Litava. Hon hevur um dagarnar biðið hvítarussar um at fara í aðalverkfall 25. oktober, um forsetin ikki hevur lagt frá sær, og politiskir fangar eru latnir leysir. Hon hevur boðað frá, at um umstøðurnar ikki broytast til ta tíð, so fara fólk út á gøturnar 26. oktober at steingja vegir og steðga søluni hjá øllum almennum handlum, skrivar Ritzau. Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, eftir at forkvinnan í ES nevndini, Ursula von der Leyen, hevur svarað skrivinum, sum løgmaður sendi henni fyri ólavsøku. Fær løgmaður sín vilja, endar nýggja samskiftið við ES við, at Føroyar fáa ein fríhandilssáttmála við Evropa samveldið, sigur Bárður á Steig Nielsen. Jenis av Rana sigur, at sambært lógini um Fróðskaparsetrið skal uttanhýsis serfrøði eftirmeta viðurskifti á stovninum við jøvnum millumbili. Landsstýrismaðurin hevur biðið um játtan til eftirmetingina á fíggjarlógini fyri 2021, og Jenis av Rana sigur seg vóna, at eftirmetingin byrjar tíðliga næsta ár. Nýggi skúlin við Streymin er myndprýddur við íblástri frá eitt nú Sjúrðarkvæðunum og Pythagoras. Vit vitja inn í Sundalagnum saman við listakvinnuna Astri Luihn, ið hevur myndprýtt. Framsýningin Salt jarðarinnar jarðarinnar salt , sum lat upp í Müllers Pakkhúsi í gjárkvøldi, snýr seg millum annað um støðufesti og javnvág bæði í okkum sjálvum og kring okkum. Vit vitjaðu í pakkhúsinum í gjár, har Guðrið Poulsen og Rannvá Holm Mortensen, listakvinnur, løgdu síðstu hond á serstøku framsýningina. Hesa ferð hava vit tvey høvuðsevni við í sendingini, umframt Petur sa borð og Dagin í dag . Fyrra evni er um at lesa. Tí í ár skulu Føroyar lesa. Øll skulu royna at lesa. Og í tí hava vit vitjað ein lesiring í Skúlanum á Giljanesi. Og so hevur savnsfagnaður verið alla vikuna, vit vóru og hugdu á Sjósavninum og eisini á Listasavninum. Klaverleikarin Jóhannes Andreassen undirvísir í tónleikaástøði. Men ongin føroysk orð hava verið fyri nógv vanlig fyribrigdi í tónleiki. Tí hevur Jóhannes gjørt sín egna lista við føroyskum orðum fyri hugtøk innan tónleikaástøði. Fyri einum mánaða síðani vendi Málráðið sær til Jóhannes og bað um at fáa listan og við hesum er arbeiðið at fáa til vega nýtt føroyskt orðafar til tónleikaástøði sett í gongd. Hoyr innslagið. Árliga tónleikakappingin Sement verður leygarkvøldið 24. oktober í Reinsaríinum. Hjørtur Pætursson Háberg, samskipari, greiðir frá treytunum at luttaka. Fyrr hevur tað verið so, at sambært reglunum skulu tey luttakandi ikki hava givið tónleik út áður. Í ár eru reglurnar linkaðar nakað á tann hátt, at tað ikki er so vandamikið, um bólkarnir hava givið út áður. Tilmeldingarfreistin er sunnudagin. Hjørtur minnir á, at vinningurin er góður, nevniliga tríggir dagar í Studio Bloch. Hesa vikuna hava søvnini runt um í landinum havt opið í sambandi við Heystfagnaðin. Tórshavnar Býarsavn hevur framsýning um seinna heimsbardaga. Dánjal var gestur í beinleiðis práti í vikuskiftissendingini, har vit prátaðu um barnasangir, og hvussu tónleikur sum heild ávirkar børn. Páll Brim er kendur úr bólkinum Danny and the Veetos. Nú stendur Páll á egnum beinum við sangum, sum víkja rættiliga nógv frá stílinum hjá nevnda bólki. Páll Brim sigur seg vera inspireraðan av millum annað Teiti Lassen. Og John Denver hómast onkrastaðni í klanginum. hetta vikuskiftið verður Páll Brim at hoyra á palli í Sirkus í Havn. Páll var gestur í beinleiðis innslagi í vikuskiftissendingini. Samráðingarnar millum Bretland og ES um eina handilsavtalu millum partarnar eftir Brexit, eru lidnar. Tað hevur umsitingin hjá forsætisráðharranum Boris Johnson váttað. Franski Evropa ráðharrin, Clement Beaune, segði við BBC í gjár, at ES fer ikki eftir eini semju fyri einhvønn prís, men at tey eru enn sinnaði at lurta eftir Bretlandi. Michel Barnier, samráðingarleiðari hjá ES, skal til London í næstu viku. Sambært keldum er vónin um eina semju ikki slept enn, um enn hon er ósannlík. Lærarin, sum undirvísti í søgu og landalæru, hevði undirvíst í talufrælsi í samband við Muhammed tekningarnar, sum franska blaðið Charlie Hebdo prentaði í 2015. Starvsfólk á Charlie Hebdo blivu sum kunnugt eisini álopin og dripin í tí sambandi. Orsøkin til álopið verður sagt at vera, at lærarin hevði víst tekningar av profetinum Muhammed í síni undirvísing um talufrælsi. Tað verður av muslimum mett at vera halgibrot. Tvær ferðirnar í gjár handtók løgreglan ungar mans, ið høvdu stolið bilar og koyrt uttan koyrikort. Fyrru ferðina var fyrrapartin í gjár, tá løgreglan steðgaði einum bili í Havn. Løgreglan fekk illgruna um, at bilførarin var ávirkaður av rúsdrekka, og bleiv viðkomandi tí biðin um at blása í ballónina. Og kanningin vísti, at promillan var ov høg. Tá løgreglan kannaði málið víðari gjørdist greitt, at viðkomandi ikki hevði aldur til at koyra bil, og at viðkomandi koyrdi bilin hjá einum vinmanni. Tá hann gjørdi tað uttan at hava spurt vinmannin um loyvi, bleiv hann skuldsettur fyri brúkstjóvarí, at koyra uttan koyrikort og rúsdrekkakoyring. Men hann var ikki leingi burtur, tí stutt eftir fráboðanina fann løgreglan bilin nærhendis Øravík. Bilurin var tá koyrdur út av vegnum. Løgreglan á oynni gjørdi nakrar avhoyringar í málinum, sum førdi til, at ein ungur maður bleiv skuldsettur fyri at hava stolið bilin. Og tá viðkomandi var undir 18 ár, bleiv hann eisini skuldsettur fyri at koyra uttan koyrikort. Fyrra fráboðanin var um átta tíðina í gjárkvøldið, tá ein persónur boðaði frá, at viðkomandi luktaði eld og helt seg síggja royk koma frá dagstovninum Birkilund við Hoyvíkstjørn í Havnini. Fólk frá løgregluni fór á staðið, og kundu har staðfesta, at roykurin stavaði frá einum eldstaði nærhendis dagstovninum. Onkur hevði roynt at sløkt eldin við hoyggi, og var tað orsøkin til nógva roykin. Eldstaðið var kortini so mikið langt frá dagstovninum og øðrum bygningum, at løgreglan metti ikki, at nakað illgrunasamt var við tí. Tveir tímar seinni, um tíggju tíðina, fekk løgreglan aftur eina fráboðan um eld í høvuðsstaðnum. Hesaferð við síðuna av einari bingju á Skálatrøð. Nýsælandski forsætisráðharrin, Jacinda Ardern, og Arbeiðaraflokkurin hava í dag vunnið greiðan sigur í nýsælandska tjóðartingsvalinum. Arbeiðaraflokkurin hevur fingið 49 prosent av atkvøðunum og 64 av 120 sessum í parlamentinum eftir at fleiri enn 97 prosent av atkvøðunum eru taldar. Sostatt skrivar Arbeiðaraflokkurin eisini søgu sum fyrsti flokkurin nakrantíð, ið hevur vunnið reinan meiriluta í Ný Sælandi, síðan landið fekk eina nýggja valskipan í 1996. Fagnaðurin var eisini stórur í valhølunum hjá nýsælendska arbeiðaraflokkinum, tá Jacinda Ardern kom á pallin, takkaði veljarunum og minti á týdningin av at standa saman hóast ósemjur. Val eru sjáldan serliga góð til at sameina fólk, men tey nýtast ikki at skilja fólk sundur. Og í krepputíðum trúgvi eg, at Ný Sæland hevur víst hetta. Tí sigi eg enn einaferð takk, segði Jacinda Ardern til stóran fagnað. Næsti avbjóðarin, the National Party, fær 26,9 prosent av atkvøðunum og 35 sessir. Flokkarnir ACT New Zealand og Grøni flokkurin fáa hvør 10 sessir í tinginum, meðan Maori flokkurin fær tann síðsta sessin. Samráðingarnar millum Bretland og ES um eina handilsavtalu millum partarnar eftir Brexit, eru lidnar. Tað hevur umsitingin hjá forsætisráðharranum Boris Johnson váttað. Franski Evropa ráðharrin, Clement Beaune, segði við BBC í gjár, at ES fer ikki eftir eini semju fyri einhvønn prís, men tey eru enn sinnaði at lurta eftir Bretlandi. Michel Barnier, samráðingarleiðari hjá ES, skal til London í næstu viku. Sambært keldum er vónin um eina semju ikki slept enn, um enn hon er ósannlík. Sambært Áka Johansen, sendimanni Føroyar í London, eru samráðingarnar ikki slitnaðar, men annar parturin má flyta seg, um ein semja skal fáast í lag. Frystilínuskipið Kambur skiftir navn og heimstað í dag. Kambur skal framyvir eita Vesturhavið. Og framyvir fer heimastaður at vera í Vestmanna heldur enn á Strondum. Tað er partafelagið HKO við Háldani Haldansen, sum hevur keypt skipið. Felagið, M og S Strendur, sum átti Kamb, keypti herfyri frystilínuskipið Østerfjørd úr Norra. Tí seldu teir Kamb. Nýggja Vesturhavið er bygt í Norra í 1987. Kreppufundur er í dag í danska stjórnarflokkinum Sosialdemokratinum. Orsøkin er, at fleiri kvinnur hava seinastu dagarnar greitt frá hvussu næstformaðurin í Sosialdemokratinum og borgargarstjóri í Keypmannahavn, Frank Jensen, hevur framt kynsligan óhóskandi atburð. Tað er Frank Jensen, sum sjálvur hevur kalla til fundar í ráðhúsinum í Keypmannahavn. Kreppufundurin kemur í kjalarvørrinum av, at danska blaðið Jyllands posten hevur skrivað um fleiri nýggjur ákærur móti borgarstjóranum. Í blaðnum greiða tvær kvinnur frá hvussu tey hava uppliva særandi atburð frá Frank Jensen. Hondina inn undir kjólan Ein teirra, Maria Gudme, fortelur hvussu Frank Jensen í 2012 tók hana á lærið og førdi hondina upp eftir lærinum og inn undir kjólan, áðrenn ein vinmaður fekk hála hana burtur frá borgarstjóranum. Longu í 2012 valdi hon at kæra atburðin hjá borgarstjóranum, men bleiv einki meira gjørt við málið, greiðir hon frá fyri Jyllands posten. Til staðar á fundinum í dag eru floksfelagar í býráðnum, valdømisformenn hjá flokkinum og lokala leiðslan hjá flokkinum. Sum eg skrivaði í gjár, so eg eri øgiliga keddur um hesa støðu, sum eg havi skapt. Eg taki einsamallur fullu ábyrgdina. Og eg vil gjarna geva mína treytaleysu umbering bæði til mínar floksfelagar, men serliga til teir persónar, ið eg við míni atferð havi sært, skrivar Frank Jensen á Facebook áðrenn kreppufundin. Longu nú er greitt, at flokkurin hevur heitt á sakførarar um at kanna málið. Tað váttar Jan Juul Christensen, floksskrivari hjá Socialdemokratinum fyri Ritzau tíðindastovuna. Boð vóru í morgun eftir bjargingartyrluni at flyta ein fjallmann á Landssjúkrahúsið. Tað var um níggju tíðina í morgun, at MRCC fekk eina fráboðan um, at ein steinur var dottin á beini á einum manni, ið var á fjalli nærhendis Skælingi. Tað var so mikið bratt har óhappið hendi, at mett var, at tað var best um tyrlan kom eftir honum og flutti hann til kanningar á Landssjúkrahúsinum. Sambært MRCC fór minni ein tími frá tí, at teir fingu boðini til maðurin var á Landssjúkrahúsinum. Viðkomandi er partur av smittuketu, sum landslæknin fylgir. Tann smittaði er avbyrgdur, og landslæknin er farin undir smittusporingina. Tilsamans hava nú 483 fólk fingið staðfest koronusmittuna í Føroyum. Tilsamans eru 472 fólk staðfest frísk aftur, og sostatt eru 11 fólk staðfest smittað í løtuni. Tíðin er farin frá at hava leysan politikk innan veðurlagspolitikk. Heldur er nú neyðugt at staðfesta málini í eini lóg, sum bindir myndugleikarnar til nøkur ítøkilig mál. Tað sigur Ingmar á Løgmansbø, sum umboðar felagsskapin VeðurlagslógNÚ. Landsstýrið sigur seg arbeiða við einum nýggjum veðurlagspolitikki, nú tann verandi gongur út í ár. Ein slíkur politikkur má hava nøkur ítøkilig mál, tí annars er talan bara um dreymar, sigur Ingmar á Løgmansbø. Og hann mælir til, at politiski myndugleikin í Føroyum hyggur aðrastaðni eftir íblástri, eitt nú til Danmarkar, har politiska skipanin hevur bundið seg til at fáa útlátið niður næstu árini. Marjun, ið fylti 70 ár tann 8. februar, er fødd og uppvaksin í Vági. Hon útbúgvin guðfrøðingur og var í 22 ár sóknarprestur í Kirkjuteigi í Kvívík. Frá 2008 til 2012 var hon sjómansprestur í Gøteborg, og seinni hevur hon millum annað verið vikarur í Fuglafirði, Hoyvík, Kaldbak og Nólsoy. Til seinasta kommunuval stillaði Kristin Michaelsen upp á Kommunulistanum, men nú er ein nýggjur listi komin, sum verður kallaður Felagslistin, boðaði Kristin Michaelsen frá í gjárkvøldið. 11 valevni stilla upp á Felagslistanum, teirra millum Kristin Michelsen og Alvi Mortensen, sum til seinasta val vórðu valdir inn á Kommunulistanum, umframt Anita Vibergsdóttir, sum varð vald inn á Borgaralistanum. Javnaðarflokkurin hevur eisini ein lista á Tvøroyri. Enn er ikki greitt, um aðrir valevnislistar vera á Tvøroyri, men arbeitt hevur verið við at gera onkran annan lista. Jo nleyg Jespersen Bech Mina Joensen Ju st Albinus Johannesen Kristin Michelsen Alvi Mortensen Jo nhild Midjord Nybo O lavur Rasmussen Rasmus Rasmussen Reidar Simonsen Frits Strøm Anita Vibergsdo ttir Tveir avgerandi politiskir kreppufundir verða hildnir í Danmark í dag í kjalarvørrunum av skemdargerðum, sum eru komnar undan kavi seinastu vikuna. Annar fundurin verður klokkan 17 30 íbýráðshúsinum í Keypmannnahavn. Tað boðaði Frank Jensen, borgarstjóri, frá á Facebook í gjár. Fundarboðini koma í kjalarvørrinum av eini grein í Jyllandsposten, har tvær kvinnur ákæra Frank Jensen fyri ósømiligan atburð í veitslulagi fyri nøkrum árum síðani. Hetta er aðru ferð innan tveir dagar, at Frank Jensen viðmerkir ákærurnar á Facebook. Fyrru ferðina segði borgarstjóranum seg harmast um hendingarnar, tó uttan beinleiðis at biðja um umbering. Eg vil fegin geva øllum mína treytaleysa umbering til mínar floksfelagar, men serliga til tey fólk, sum eg við mínum atburði havi gjørt meg inn á, skrivar Frank Jensen. Hann leggur afturat, at hann eftir fundin við hinar flokkarnar, sum mynda meirilutan í býraðnum í Keypmannahavn, fegin vil tosa við fjølmiðlarnar. Fundurin verður hildin, tí órógv framvegis er í flokkinum, eftir at tað er komið fram, at nýggja forkvinnan, Sofie Carsten Nielsen, visti um ósømilga atburðin hjá undanfarna formanninum, Morten Østergaard, som legði frá sær í síðstu viku. Bingjurnar eru fleiri, tíðin er knøpp og trukkarnir skulu tí koyra skjótt aftur og fram á dekkinum. Økta trýstið er nú so stórt, at skiparin, Niels Harald Michelsen, viðhvørt stúrir fyri trygdini hjá manningini umborð. Seint í tríatiárunum fekk Tvøroyri vitjan av stóru týsku skúlaskipunum Horst Wessel og Gorsch Foch. Tey lógu á fjørðinum eina lítla viku. Hetta vóru spennandi dagar hjá tvørafólki. Í áttatiárunum tóku Johannes Enni og Einar Larsen stig til eitt fornminnafelag. Byrjunarkapitalurin var avlopið frá eini framsýning, sum LISA hevði í Suðuroy. Fyrsta takið hjá fornminnafelagnum og bygdasavninum var at flyta og umvæla tey gomlu dokatarahúsini. Seinni var felagið við í royndum at forða fyri, at salsilan á Drelnesi varð burturbeind. Eitt týðandi stig var at fáa Mærsk at sleppa sáttmálanum um keiøkið á Drelnesi. Landssjúkrahúsið og Klaksvíkar sjúkrahús bíða enn eftir svari frá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, um tey fáa tey undantaksloyvi, tey hava biðið um í sambandi við verkfallið, sum er lýst at byrja í morginárini klokkan sjey. Margit Stórá, varastjóri Sjúkrahúsverki Føroya, sigur við útvarpið, at tey hava biðið um undantøk. Tey hava fingið nøkur undantøk, men hava tó ikki fingið svar upp á alt. Góðskan á viðgerðunum hjá medisinsku sjúklingunum hækkar, sigur Alexandra á Dul, stjóri á Klaksvíkar sjúkrahúsi, nú tey hava sett Peter Buhl Jensen, serlækna í onkologi, í starv sum medisinskan yvirlækna. Tað var í 2015, at tann táverandi medisinski yvirlæknin segði seg úr starvi. Síðani hava avloysarar manna starvið. Men á fíggjarlógini fyri 2020 fekk Klaksvíkar Sjúkrahús játtan til at seta medisinara í fast starv. Vit fara á eina tónlistarliga ferð til fýra ymisk lond, hvørs tónleik vit kanska ikki kenna so nógv til. Vit hoyra góðan tónleik, gloymdan tónleik og verk eftir tónaskøld, ið ofta standa í skugganum av øðrum og tískil ikki koma á konsertskráir ella í útvarpslurtið. Í báðum førum er talan um fólk, ið komu til Føroyar úr øðrum londum. Tey smittaðu eru avbyrgd, og landslæknin er í gongd við smittusporingina. Í løtuni eru 13 fólk í Føroyum staðfest smittað. Eingin er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronusmittuna. Um ein lítlan tíma fara 50 sjúkrarøktarfrøðingar í Føroyum í verkfall, sum varð fráboðað í síðstu viku. Onkur undantøk eru tó givin. Í fyrstu syftu verða undantøk givin teimum, sum hava tørv á akuttari viðgerð, boðaðu sjúkrarøktarfrøðingarnir frá, tá verkfallið varð lýst. Tað merkir, at nakrir sjúkrarøktarfrøðingar á verkfalsraktu deildunum á Klaksvíkar sjúkrahúsi og Landssjúkrahúsinum fara til arbeiðis. Heildarætlanin fyri Karlamagnusarbreyt er nú liðug og verður løgd fram. Tórshavnar Kommuna hevur arbeitt við at endurskoða Karlamagnusarbreyt, tí nógvar avbjóðingar eru í økinum. Karlamagnusarbreyt var upprunaliga ætlað til vinnuøki, men fíggjarkreppan í 2009 2010 broytti ætlanina til í høvuðsheitum at vera til íbúðabygging. Nú eru meira enn 300 íbúðir komnar við Karlamagnusarbreyt. Størstu trupulleikarnir eru ferðslan og vantandi parkering, gøtur, gonguleiðir og fríøki. Býarskipanardeildin og tekniska deild hjá býráðnum hevur í eina tí arbeitt við at greina ymisku avbjóðingarnar, eins og 233 borgarar gjørt viðmerkingar. Verkfallið byrjaði klokkan sjey í morgun. Longu í morgin ella mikudagin fer at sansa at á G4, tí so nógvir sjúklingar eru innlagdir. Og verandi undantøk røkka ikki til, sigur Margit Stóra, sum er varastjóri á Landssjúkrahúsinum, sum útvarpið hitti klokkan sjey í morgun. Koronadeildin á Landssjúkrahúsinum verður ikki rakt av verkfallinum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, um eitt útbrot av smittuni ger, at tørvur verður á innleggingum. Gestir í sendingini hesaferð eru Annika Hoydal, ljósmóðir, Rógvi Olavsson, stjórnmálafrøðingur, og Gunnvá Zachariasen, sjónleikari, og tosað verður um trauma, lívsneista og sjálvandi týdningin av móðurmjólk. Semingsmenninir løgdu eitt semingsuppskot fyri partarnar næstseinasta mikudag. Sjúkrarøktarfrøðingarnir varakaðu semingsuppskotið, men lønardeildin góðtók uppskotið. Og fríggjadagin gjørdu sjúkrarøktarfrøð ingarnir av at lýsa verkfall fyri 50 sjúkrarøktarfrøðingar á Landssjúkrahúsinum og Klaksvíkar sjúrkahúsi. Tað byrjaði klokkan sjey í morgun. Tað er mongu málini um, at hann hevur sýnt ónærisligan atburð móti kvinnum, sum hava fingið Frank Jensen at taka avgerðina um at leggja frá sær. Í gjárkvøldið høvdu sosialdemokratarnir í Keypmannahavn fund um støðuna, og eftir fundin segði Frank Jensen, at hann ætlaði ikki at leggja frá sær, men at verða partur av einari loysn á málinum, sum hann málbar seg. Filip Jojic er ein av teimum 17 spælarunum í føroyska landsliðshópinum, sum skal spæla tveir EM undankappingardystir móti Kekkia í november. Tað er greitt, nú venjararnir, Sonni Larsen og Dia Midjord, hava úttikið hópin. VÍF bakkurin fekk ríkisborgararætt í summar, og hetta er fyrstu ferð, at hann kann umboða Føroyar. Fyrri dysturin verður á útivølli í Pilzen í Kekkia mikudagin 4. november, meðan heimadysturin verður í Høllini á Hálsi leygardagin 7. november. Áki Egilsnes hevur av persónligum ávum valt landsliðið frá til báðar dystirnar, meðan korona avmarkar luttøkuna hjá Róki Akralíð, tí hann starvast sum lækni í Aarhus. Rókur kemur ætlandi bert at spæla heimadystin í Føroyum, meðan Pætur Mikkjalson er úttikin til útidystin í Kekkia. Kekkia er hægst styrkismett av teimum 4 liðunum í bólki 3. Hini liðini eru Russland og Ukraina. Kekkia gjørdist nummar 12 til EM í 2020 og nummar 6 til EM í 2018. Føroyski hópurin Nicholas Satchwell, KA Akureyri Tórður Skorheim Guttesen, Odder Elite H ndbold Rói Berg Hansen, HØJ Leivur Mortensen, Ajax København Brandur Halgirson, Ajax København Jónas Gunnarson Djurhuus, Viking Stavanger Filip Jojic, VÍF Peter Krogh, H71 Teis Horn Rasmussen, TM Tønder Kjartan Johansen, Viking Stavanger Vilhelm Poulsen, Fram Allan Norðberg, KA Akureyri Pætur Thomsen, H71 Helgi Hildarson Hoydal, Viking Stavanger Pætur Mikkjalson, SUS Nyborg Rókur Akralíð, HEI Skæring Rógvi Dal Christansen, Fram Ráðið vísir á, at tað góðtók semingsuppskotið, sum varð lagt fyri partarnar, hóast einki av upprunaligu krøvunum hjá ráðnum vóru við í uppskotinum. Fíggjarmálaráðið vísir eisini á, at undir seinastu samráðingunum, fingu sjúkrarøktarfrøðingarnir meira í lønarhækking í prosentum enn hini fakfeløgini. Fíggjarmálaráðið legði tí upprunaliga upp til null prosent í lønarhækking hesaferð, men í royndini at finna semju hevur Fíggjarmálaráðið bjóðað felagnum somu lønarhækking 5,8 prosent yvir trý ár sum hini fakfeløgini hava fingið. Eisini vildi Fíggjarmálaráðið broyta avtaluna um arbeiðssteðg fyri at tryggja, at møguligur arbeiðssteðgur ikki hevur hættisligar avleiðingar fyri sjúklingarnar. Eisini hesum kravinum sigur Fíggjarmálaráðið seg hava slept í royndunum at finna semju við Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, skrivar Fíggjarmálaráðið. Forkvinnan í felagnum føroyskir sjúkrarøktarførðingar, Óluvá í Gong, sigur at onki samband hevur verið millum partarnar enn, og at tey eru í bíðistøðu. Framsýningin Salt jarðarinnar jarðarinnar salt , sum kann síggjast í Müllers Pakkhúsi í hesum døgum, snýr seg millum annað um støðufesti og javnvág bæði í okkum sjálvum og kring okkum. Vit vitjaðu í pakkhúsinum, har Guðrið Poulsen og Rannvá Holm Mortensen, listakvinnur, løgdu síðstu hond á serstøku framsýningina. Hoyrið samrøðuna her Soleiðis sigur Astri Luihn, sum hegnisliga hevur myndprýtt nýggja skúlan við Streymin, sum verður tikin í nýtslu mándagin 19. oktober. Astri Luihn hevur fingið nógv løg og sermerki við í listprýðingina, sum bæði kann brúkast til undirvísing og vónandi fylgja børnunum út í lívið. Hægstirættur fyllir sera nógv í USA og forsetin tilnevnir hægstarrættardómarar. Í USA er man eisini meira opin um, at hægstirættur er politiskt ávirkaður enn man er í nógvum londum í Evropa. Hetta eru nøkur av orðunum, ið eru at finna í nýggja orðalistanum hjá LGBT Føroyar. Ein orðalisti, sum inniheldur øll tey ymisku heitini, tá tað snýr seg um kyn og kynsliga sannføring. Vit halda, at tørvur hevur verið á einum føroyskum orðalista. Hóast fleiri munnu kenna heitini á enskum og donskum, so er umráðandi, at mann verður umboðaður í sínum egna máli, sigur Siri S. Hansen, umboð fyri LGBT Føroyar. Tað liggur jú eisini ein kunning í tí, tí tað eru ikki øll, sum vita, hvat bókstavirnir standa fyri, sigur Siri S. Hansen og vísir á, at orðalistin ikki er ætlaður einum ávísum málbólki Orðalistin er ætlaður føroyskum LGBTarum, har teir kunnu fara inn og hyggja eftir, hvar hoyri eg heima, ella hvar kenni eg meg aftur. Samstundis er hetta eisini til føroyingar, sum ikki kenna heitini og vita, hvat liggur aftanfyri heitini og bókstavirnar, greiðir Siri S. Hansen frá. Hvussu verða meiningakanningar gjørdar, hvørvja ávirkan hava tær og er tað bert undirhald ella siga tær veruliga nakað um hvussu eitt valúrslit verður. Í hesum partinum tosa vit við Regin Berg, stjórnmálafrøðing og Lailu Hentze, stjóra á Gallup Føroyum, um meiningakanningar. Jógvan D. Hansen hevur fingið virðislønina fyri í síni miðlan at seta etiskar og samfelagsligar spurningar í eini tíð, har Í eini tíð, har náttúruvernd og burðardygd eru átrokandi evni. Á tann hátt hevur hann fingið fram fjøltáttaðar heimspekiligar svarmøguleikar, sum hava givið okkum amboð og fortreytir at svara teimum mongu torgreiddu tilveruspurningunum, sum eyðkenna okkara samtíð. Bæði landsliðsfótbóltur, Premier League og Var vóru á skránni í sendingini, eins og kappingin í Betrideildini, har HB luktar gull, meðan spenningurin í botnstríðnum økist í hvørjum. Tað er mongu málini um, at hann hevur sýnt ónærisligan atburð móti kvinnum, sum hava fingið Frank Jensen at taka avgerðina um at leggja frá sær. Og fólk, sum fara út, skulu vera í munnbindi á almennum støðum, sum ikki eru stongd, eisini í almenna flutningskervinum og í hýrivogni. Samkomuhús, bókasøvn og ruskstøðir verða stongd, og allar samkomur skulu stongja dyrnar. Tó verða vígslur og jarðarferðir loyvdar. Eingin einføld loysn er fyri framman, tí virusið breiðir seg skjótt í Wales. Uttan hesi tiltøk, fer heilsuverkið ikki at hóra undan, og uppaftur fleiri fara at doyggja, segði Drakeford á tíðindafundi í dag. Hann segði, at hesar báðar vikurnar við stongsli geva myndugleikunum dýrabæra tíð til at økja um smittusporingina, og at arbeiða við ætlanunum um tjald sjúkrahús. Higartil eru 1.700 fólk deyð í Wales, og meira enn 35.000 hava havt smittuna. Og tað er nógv í einum landi, har slakar tríggjar milliónir fólk búgva. Fólkini vit tosa við í hesari sending eru samd um, at korona hevur broytt nógv. Hesa tíðina eru føroyingar ikki farnir av landinum at ferðast sum vanligt, og tí hava fólk á ein annan hátt fingið eyguni upp fyri okkara spennandi náttúru. Í ár hava nógv fólk keypt sær kajakk og ymsar fjalar at flóta á og handlar, ið selja vátdraktir og turrdraktir, standa seg ikki við at fáa nóg nógvar til landið. Sigurð Davidsen í Hósvík er kajakkinstruktørur og hann er bilsin av stóru undirtøkuni hansara kajakkskeið hava havt í ár. Tað hevur verið fulteknað hvørja ferð. Tú kemur ikki nærri lívinum í sjónum og náttúruni sum heild enn í einari kajakk , sigur Sigurð. Hetta skeiðið er fyri fólk, ið ikki hava roynt tað fyrr. Klara Danielsen úr Runavík hevur altíð havt ein dreym um at læra at rógva kajakk og nú skuldi tað vera. Hon hevur lært at venda, bakka og onnur grundleggjandi ting. Poula Reinert Petersen í Fuglafirði hevur í mong ár ætlað sær at fáa sær kajakk. Fyri einum mánaði síðani gjørdist tað so veruleiki, tá hon og systirin keyptu hvør sína kajakk. Tær eru javnan túrar saman í kajakk. Poula sigur, at tað er serliga væl egnað at rógva við kajakk á Fuglafirði, og áhugin er nógv vaksin. Einstakar kajakkir hava verið í Fuglafirði, men í ár eru fleiri komnar afturat. Nú eru 14 kajakkir í Fuglafirði sum Poula veit um, umframt aðrar kajakkir, sum kunnu blásast upp. Páll Danielsen í Havn hevur róð kajakk í eini 30 ár. Hann sigur, at hann hevur verið fleiri túsund kajakktúrar suðuri á Glyvursnesi. Sjálvt um veðrið kann vera buldrasligt um veturin, er nærum altíð farandi í kajakkina onkran dag í viku. Hann sigur, at seinastu tvey árini er áhugin at rógva kajakk nógv vaksin. Fyrr vóru tað mest útlendingar, sum komu til Føroya, ið vístu áhuga fyri at rógva í kajakk. Men tað merkist væl, at fólk eru farin at brúka meira sjógvin í frítíðini í frítíðini. Serliga nú í koronatíðini. Petra Eliasdóttir Mikkelsen veit einki betri enn at standa á sínum SUP bretti. Á altjóða máli eitur tað Stand Up Paddling og líkist einum surf bretti, men hon stendur á tí og rør. Petra er ofta túr saman við kajakkrógvarum og í summar var hon í Norra. Petra sigur, at tilsamans sjey ella átta slík SUP bretti eru nú í Gøtu og talið á kajakkum er eisini nógv vaksið í ár. Petra heldur, at tað krevur meira av einum at standa á SUP brettinum enn at rógva kajakk. Heiðrún Leifsdóttir, sum er úti við kajakk saman við Petru, heldur, at tað er serliga spennandi at vera úti í mjórka sum í dag, tí tá er tað óendaligt at hyggja úteftir. Í Vágsbotni í Havn gera tríggir seglbátar klárt at fara norðureftir í kvøld. Teir ætla at sigla saman um vikuskiftið. Valbjørn Dalsgarð eigur tann størsta, sum er 47 føtur. Hávarður Enni sigur, at áhugin fyri at hava teir nýmótans seglbátarnar er nógv vaksin. Nú eru 20 av hesum slagnum í Havn. Hávarður hevur eisini ábyrgdina av trimum jollum, sum Tórshavnar Bátafelag keypti fyri trimum árum síðani, so ung hava møguleikan at sigla við seglum. Hann sigur, at hetta er eitt gott tiltak, tí ung hava áhuga í at læra at sigla við seglum. Við í sendingini eru hesi fólk Sigurð Davidsen, Klara Danielsen, Vanja Davidsen, Katrin D. Bærentsen, Andras Brixen Vágsheyg, Elin D. Carlsson, Poula Reinert Petersen, Páll Danielsen, Heiðrun Leifsdóttir, Petra Eliasdóttir Mikkelsen, Hávarður Enni og Valbjørn Dalsgarð. Húsarannsóknirnar er gjørdar í sambandi við, at søgulærarin, Samuel Paty, fríggjadagin varð skorin á háls, tí hann hevði víst fram Muhammed keiputekningar, tá hann undirvísti um talufrælsi. Ellivu persónar, millum annað ein kendur stríðshugaður islamistur, eru handtiknir í sambandi við drápið, sum verður kannað sum yvirgangsálop. Pápi ein av næmingunum og ein kendur stríðshugaður islamistur lýstu fatwa, og mæltu til at drepa læraran, og fríggjadagin varð lærarin hálshøgdur, sigur franski innanríkisráðharrin, G rald Darmanin, við útvarpsstøðina Europe 1. Hann doyði av skotum frá løgregluni, sum kom á staðið, eftir at hava fingið fráboðanina um yvirgangsálopið í útnyrðingspartinum av Par ss. Hetta hevur havt stórar avleiðingar fyri meg. Men um vit skulu liva í einum heimi uttan harðskap, kúgan, sosialt eftirlit, insest, neyðtøku og alt tað, sum fylgir við, so noyðast vit at taka blaðið frá munninum. Og nøkur av okkum noyðast at seta orð á tað, sum fyrigongur. Dansk kurdiski rithøvundurin Sara Omar skrivar skaldsøgur við einum brennandi ynski at reformera islam. Í bókunum Dødevaskeren frá 2017 og Skyggedanseren frá 2019 viðger hon harðskap, kúgan, stigmatisering og sosialt eftirlit av kvinnum, bæði í Kurdistan og millum muslimar í vesturheiminum. Afturfyri má hon liva undir jørðini við lívverjum alt samdøgrið. Men hon vil kortini ikki stilla seg á aðru síðuna ella geva islam einsamøllum skyldina. Hon tosar fyri einari tolsamari og kærleiksfullari útgávu av islam. Islam hevur sum allar aðrar religiónir eina myrka og eina ljósa síðu. Tað veldst fullkomiliga um, hvussu tú tulkar tað, sum stendur í koranini, og hvussu tú brúkar tað í tínum gerandisdegi. Sara Omar viðger eisini, hvussu valdsgerðir og ágangur móti kvinnum og børnum ganga fyri seg í vesturlendskum londum, eisini Danmark. Tað hendir, tí vit hava paralell samfeløg, har tað valda heilt aðrar lógir, enn tær donsku lógirnar. Nøkur halda seg eiga heil grannaløg og siga, hvussu kvinnurnar skulu vera og gera, sigur hon. Fyri 25 árum síðani orðaðu nakrir filmsleikstjórar Dogme yvirlýsingina. Ynski var at fáa góðu søguna og sjónleikin framaftur, eftir at risatórar Hollywood framleiðslur høvdu tikið valdið í biografmyrkrinum. Vit fáa vitjan av Hermanni Eliassen, miðlafrøðingi, sum fer at siga okkum eitt sindur um Dogme verkætlanina. Dansk kurdiski rithøvundurin Sara Omar skrivar skaldsøgur við einum brennandi ynski um at reformera islam. Hoyr samrøðu við Saru Omar, har hon tosar um sínar skaldsøgur, Dødevaskeren og Skyggedanseren, ið byggja á egnar upplivingar. Hoyrið sendingina her Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, sum kortini ikki fæst at siga, um landsstýrið fer at biðja løgtingið um at steðga verkfallinum. Fleiri stovnar hjá landinum hava í dag havt trupulleikar við netinum, nevnt Landsnet, og tað hevur elvt til, at eitt nú alt apoteksverkið læt aftur seinnapartin í dag, tí tey fingu ikki avgreitt kundarnar. Birgir av Steinum, deildarleiðari á Gjaldstovuni, sum umsitur KT Landsins, sigur, at tvey brek raktu samstundis, og tí fingu landsstovnarnir ikki samband við Landsnet. Birgir av Steinum sigur, at onki bendir á, at tað er álop á Landsnet, sum er orsøkin til brekið, men ongin endalig niðurstøða verður fyrr enn í morgin. Hann sigur, at partar av landsstovnunum hava longu nú fingið sambandið aftur, men ógreitt er, nær allir stovnar hava fingið sambandið aftur. KÍ B36, 3 1 við Djúpumýru 0 1 Elisabet Vang, 20 minuttir 1 1 Evy á Lakjuni, 52 minuttir 2 1 Victoria á Lakjuni, 81 minuttir 3 1 Evy á Lakjuni, 83 minuttir br. HB EBS Skála, 3 1 Tórsvøllur 1 0 Julia Naomi Mortensen, 6 minuttir 2 0 Ása Stórá Carlsen, 18 minuttir 3 0 Ása Stórá Carlsen, 28 minuttir 3 1 Sigrun Kallsoy Kristiansen, 69 minuttir br. HB Víkingur, 4 0 Tórsvøllur 1 0 Hørður Askham, 3 minuttir 2 0 Adrian Justinussen, 11 minuttir 3 0 Mikkel Dahl, 22 minuttir 4 0 Hilmar Leon Jakobsen, 60 min. ÍF NSÍ, 2 3 í Fløtugerði 1 0 Andy Olsen, 37 minuttir br. 1 1 Petur Knudsen, 57 minuttir 1 2 Mórits Heini Mortensen, 61 minuttir 1 3 Petur Knudsen, 71 minuttir 2 3 Andy Olsen, 80 minuttir br. NSÍ ÍVB, 3 1 við Løkin 1 0 Heidi Sevdal, 28 minuttir 2 0 Laila Pætursdóttir, 44 minuttir 3 0 Heidi Sevdal, 90 minuttir 3 1 Hanna I. Højgaard, 90 2 min. Á Landssjúkrahúsinum og á Klaksvíkar sjúkrahúsi verða skurðviðgerðir útsettar og sjúklingar útskrivaðir ella fluttir, nú sjúkarøktarfrøðingar í morgun fóru í verkfall. Verkfallið er eitt neyðugt stig, sigur forkvinnan í felagnum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum. Heystfrítíðin er liðug og í dag var fyrsti skúladagur í nýggja Skúlanum við Streymin. Skúlin er stórur knappar 5000 fermetrar umframt eina spildurnýggja ítróttarhøll. Og næmingarnir fegnast um nýggja skúlan. Tá tríkiljan, Erla Kongsdóttir, er komin til Føroya, væntandi um mánaðarskiftið, og royndartúrar eru gjørdir her, fer hon at sigla um Nólsoyarfjørð. Talan er um uppskotini hjá Javnaðarflokkinum um dagpengar til stjórar í smáum feløgum, leigubústaðir í útoyggj og eykajáttan til yngri læknar. Og atkvøðast skal eisini um uppskotið hjá landsstýrinum um, at fólk kunna forvinna upp í 50.000 skattafríar krónur fyri sjálvboðið arbeiði til frama fyri ítrótt. Í meir enn eina viku hava tey í Danske Spil bíðað eftir, at hepni føroyingurin, sum hevur vunnið 15 milliónir krónur í Lotto, fór at gera vart við seg. Tað var um vikuskiftið, at viðkomandi vendi sær til okkara. Tað gjørdi persónurin ikki fyrr enn nú, tí viðkomandi var veruliga tikin á bóli, tá viðkomandi fann útav, at milliónirnar vóru hansara. Sambært henni var vinnarin eisini bangin fyri at avdúka seg sjálvan sum eigara av teimum 15 milliónunum, og tí tordi persónurin ikki at fara inn aftur í Kiosk Activ í Havn, har seðilin var keyptur. Vinnarin hevur lagt okkum eina við, at viðkomandi vil vera fullkomiliga dulnevndur, og tí hava vit sjálvandi virðing fyri. Av tí sama kunnu vit heldur ikki upplýsa kyn ella aldur, sigur Camilla Cornelius. Vinnarin hevur fingið útgoldið 200.000 krónur av samlaðu upphæddini, og restin verður flutt á konto um eina tvær vikur ella har á leið, upplýsir Danske Spil. Bjørn á Heygum, sum er verji hjá manninum, hevur appellerað. Hann sigur, at kravið er frídøming, ella, í øðrum lagi, linasta revsing. Forkvinnan í felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Óluva í Gong, sigur, at mátin at útrokna lønarhækkingina er eitt av málunum, sum skilir partarnar. Fíggjarmálaráðið segði í tíðindaskrivi, at tað legði upprunaliga upp til null prosent í lønarhækking hesaferð, men í royndini at finna semju bjóðaði Fíggjarmálaráðið sjúkrarøktarfrøðingunum somu Vestmanna kommuna hevur í tveimum førum boðið út Kolastykkið og økið, har Turkihúsið stendur, til íbúðabygging, gistingarhús ella handil. Turkihúsið verður í næstum tikið niður, og tey, sum eiga lutir í Turkihúsinum, verða biðin um at beina hesar burtur, áðrenn arbeiðið byrjar. Annars verða lutirnir beindir burtur saman við húsinum. Húsið stendur opið, so tað slepst inn eftir møguligum lutum, sigur Vestmanna kommuna. Tórshavnar kommuna hevur ætlanir um at gera eina heildarætlan fyri økið við Karlamagnusarbreyt í Hoyvík, og í gjárkvøldið vórðu fólk í økinum kunnað um ætlanina. Birita Wardum, býararkitektur, sigur, at ætlanin er at bøta um nógvu ferðsluna, við at gera Karlamagnusarbreyt einsrættaða frá kirjuni og niðan til Skúlan við Løgmannabreyt. Fólk vóru ymisk á máli um ta ætlanina, og nú arbeitt verður víðari við uppskotinum, verða viðmerkingarnar tiknar við í arbeiðið, sigur býararkitekturin. Tað ætlar býráðið at loysa við at keypa nøkur av stykkjunum aftur frá teimum sum hava keypt. Øll stykkini við Karlamagnusabreyt eru seld, og samráðingar eru við nakrar av keyparunum, sum ikki eru farin undir at byggja, um at keypa stykkini aftur. Annika Olsen, borgarstjóri, lovaði fólkinum við Karlamagnusabreyt, at býráðið fer at seta 15 milliónir krónur av til ætlanina í fyrstu syftu, og síðani at játta pengar í tvey til trý ár aftrat. Hvussu nógv heildarætlanin við Løgmannabreyt fer at kosta, er ikki greitt, tí enn er eingin endalig ætlan gjørd, sigur Birita Wardum, býararkitektur. Í gjár vórðu 1037 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru 147.079 kanningar gjørdar í Føroyum. Hóast Metoo rørslan ikki hevur fingið fastatøkur her á landi, eru ábendingar um, at støðan ikki er øðrvísi í Føroyum enn í grannalondunum. Ein spurnarkanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Breddan vísir, at fjórða hvør kvinna og tíggjundi hvør maður hava upplivað, at ein starvsfelagi er farin um teirra mark kynsliga. Ynski var at fáa góðu søguna og sjónleikin framaftur, eftir at risatórar Hollywood framleiðslur høvdu tikið valdið í biografmyrkrinum. Vit høvdu vitjan av Hermanni Eliassen, miðlafrøðingi, sum segði okkum eitt sindur um Dogme verkætlanina og ta ávirkan, hon hevur havt upp á filmsframleiðslu. Myndin er úr filminum Festen frá 1996, sum Thomas Vinterberg leikstjórnaði Í dag eru bara 270 el akfør á føroysku vegunum, men tað eru mong, sum ætla at keypa ein el bil, staðfestir kanning, sum Góðan morgun Føroyar hevur fingið gjørt. 500 fólk vórðu spurd í kanningini. Tá ið hugt verður at aldursbýtinum, so eru tað serliga tey í aldrinum 30 til 44 ár, sum ætla at keypa el bil. Verður sammett millum fólk í høvuðsstaðnum og restina av landinum, so eru tað tvífalt so nógv í Havn, sum ætla at keypa sær ein el bil enn í restini av landinum. Í Havn siga sløk 32 prosent, at tey ætla at keypa ein el bil. 15 prosent av teimum spurdu, sum búgva aðrastaðni í landinum, ætla at keypa ein el bil. Felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum boðar á heimasíðu síni frá, at hósdagin fara sjúkrarøktarfrøðingar á seingjardeild B8 á Landssjúkrahúsinum eisini í verkfall, og verkfallið byrjar hósdagin klokkan 15. Nógvur nýggjur tónleikur er at hoyra í sendingini, sum hevur serligt fokus á nýggju útgávurnar hjá The Flaming Lips, ið eitur American Head , Holy Smokes Future Jokes hjá Blitzen Trapper og On Sunset hjá Paul Weller. Tað er ikki kvinnan sjálv, sum hevur meldað, men fleiri borgarar hava meldað Kofod fyri eina hending á Esbjerg Højskole í 2008, har hann hevði kynsligt samband við eina 15 ára gamla kvinnu. Bjarni Arnason er valdur sum nevndarlimur í samtaksnevndina fyri Føroya Tele, og eftir eykaaðalfundin skipaði nevndin seg við Bjarna Arnason sum formanni og Johnni M. Poulsen sum næstformanni. Landsstýrið verlur fýra nevndarlimir, og tríggir umboða starvsfólk. Nýggi nevndarlimurin umboðar eigaran, Føroya Landsstýri, og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur valt hann. Bjarni Arnason er 50 ára gamal og útbúgvin cand.merc.aud. frá CBS. Síðani 1989 hevur hann starvast sum granskoðari, har hann hevur grannskoðað og ráðgivið bæði størri og smærri fyritøkum. Hinir nevndarlimirnir í Føroya Tele eru Annbritt Tummasdóttir Nielsen, Lena L. Mohr, Levi T. Nybo, Ólavur Simonsen og Finnbjørn Simonsen. Telefyritøkur, sum vera við í útbjóðingini um rættin at nýta 5G netverk í Svøríki, mugu ikki brúka útgerð frá kinesisku tøknifyritøkunum, Huawei og ZTE. Teir hava boðað frá, at kapitalkrøvini til føroysku SIFI bankarnar mugu ikki gerast óneyðuga tyngjandi, so tað forðar fyri, at peningastovnarnir kunnu veita føroyskum vinnulívi og húsarhaldum neyðuga fígging í framtíðini. Tann møguleikin er til steðar, nú kapitalkrøvini til SIFI bankarnar verða herd munandi, so ein triðingur av pengunum í bankunum skal vera til at standa ímóti við. Ein føroyskur peningastovnur, sum er SIFI banki, skal halda nýggju treytirnar, meðan ein banki í Danmark, sum ikki er SIFI banki, sleppur undan treytunum, hóast hann er størri. Og tí kann talan gerast um ójavna kapping. Margit Stórá, varastjóri, sigur, at neyðugt verður at biðja um fleiri undantøk, so seingjardeildin á B8 kann verða mannað alt samdøgrið. Fjórða hvør kvinna og tíggjundi hvør maður hevur upplivað, at starvsfelagi er farin um persónligu, kynsligu mørk teirra. Tað vísir ein Spyr.fo kanning, sum er gjørd fyri Breddan. Onkur kallar tað fyri annað umfar av MeToo bylgjuni. Fyribrigdið, sum hevur sett dagsskránna í Danmark seinastu vikurnar. Tað byrjaði í sjónleikara og miðlaverðini og spjaddi seg síðani til politisku verðina. Vit seta í dag sjóneykuna á føroyska arbeiðsmarknaðin og ágang av kynsligum slag.Onkur kallar tað fyri annað umfar av MeToo bylgjuni. Fyribrigdið, sum hevur sett dagsskránna í Danmark seinastu vikurnar. Tað byrjaði í sjónleikara og miðlaverðini og spjaddi seg síðani til politisku verðina. Vit seta í dag sjóneykuna á føroyska arbeiðsmarknaðin og ágang av kynsligum slag. Luttakarar Vígdis Johannesen, forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag, Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum, Marita Rasmussen, stóri í Vinnuhúsinum, Bergtóra Høgnadóttir, HR leiðari hjá SEV, Bjørgfríð Ludvig, kommunustjóri í Tórshavnar Kommunu, Suni Poulsen, sálarfrøðingur og Bjørt Lind sálarfrøðingur og sexologur. Nú verður hugt eftir, um sjúklingar kunnu flytast á aðrar deildir, sigur Margit Stóra, varastjóri á Landssjúkrahúsinum. Hósdagin klokkan 15 00 fara sjúkarøktarfrøðingarnir á B8 á Landssjúkrahúsinum eisini í verkfall. Tað boðaði Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar frá seinnapartin. Landssjúkrahúsið hevur biðið um undantøk, so at tey fáa fleiri sjúkrarøktarfrøðingar til arbeiðis, men tey fáa ikki at vita fyrr enn í morgin, hvørji undantøk verða givin. Trýstið á danska uttanríkisráðharran vaksur. Spurningurin um Jeppe Kofod kann vera uttanríkisráðharri, tí hann fyri 12 árum síðani sum 34 ára gamal hevði samlegu við eini 15 ára gamlari gentu, fyllir nógv í donskum miðlum. Onnur bylgja av metoo hevur av álvara rakt Danmark. Yvirborgarstjórin í Keypmannahavn, Frank Jensen, mátti í gjár leggja frá sær, tí fleiri kvinnur søgdu sína søgu um hansara ósømiligu atferð. Og undan honum legði Morten Østergaard frá sær sum formaður í Radikale Venstre. Og nú eru flestu eygu vend móti danska uttanríkisráðharranum. Spurnarkanningin er gjørd, samstundis sum søgur um kynsligan ágang seta dagsskránna í politisku skipanini í Danmark. Talan er um eina uppgerð millum ættarliðini, meta fleiri. Kári Holm Johannesen, sosiologur, og Brynhild Thomsen, journalistur, umrøða munin millum danska og føroyska samfelagið, har relatiónirnar millum fólk eru nógv tættari. Tað kann vera ein orsøk til, at málini um kynsligan ágang ongantíð koma fyri ein dag, halda tey. Nógv fólk møttu á almenna fundinum í gjárkvøldið og nógvar viðmerkingar vóru, har fólk vístu á teir trupulleikar, sum tey hava upplivað seinastu árini. Og tey eru ivasom um heildarætlanin veruliga fer at loysa mongu avbjóðingarnar á økinum. Vit fara við sandavágsmonnum norð í Skor við 19 veðrum. Skorin er tann vestasta av tveimum skorum á norðursíðuni á Vágoynni. Hon verður tí nevnd Vestara Skor. Vit byrja heima í Sandavági tíðliga á morgni. Sjónvarpið er við fýramannafarinum, tá tað stríðir seg norð gjøgnum Vestmannasund. Síðan gongur leiðin frá lendingini við Slættanes gjøgnum hagan, til skorarnar har bæði seyður og fólk skulu niður. Aldargamlir siðir verða brúktir í størstu virðing og álvara. Frásøgumaður er 80 ára gamli Sigurð Petersen úr Sandavági, ið eisini er elsti skoramaður á ferðini. Lagt til rættis Zacharias Hammer. Lívsstreymur fylgir við Golfstreyminum, ein øgiligur havstreymur, ið ferðast kilometrar í túsundatali tvørtur um Norðuratlantshavið. Ómetaliga stórir bólkar av hvalum, sum skræða fisk í seg undir Norðlýsinum, risa skjaldbøkur jagstra andstyggiligar hvalspýggjur og útróðrarmenn stríðast fyri at yvirliva í tungu aldunum. Hesin serstaki streymur er sum ein lívæðr og hevur gróðursemi við sær, men hann hitar samstundis Norðurevropa og forðar fyri, at partar av Norðuríshavinum frysta um veturin. Í samráðingunum um at longja New Start avtaluna millum Russland og USA, hava russarar boðið sær til at frysta ávíst tal av kjarnufysiskum stríðútbúnaði í eitt ár. New Start er seinasta veruliga avtala millum USA og Russland um avdubbing, og sum avmarkar risastóra kjarnorkuútbúnaðin hjá londunum. Avtalan fer úr gildi í februar næsta ár. Í gjár boðaði uttanríkisráðið í Moskva frá, at Russland er sinnað at longja avtaluna í eitt ár, um USA eisini niðurfrystir ávíst tal av kjarnorkuútbúnaði í eitt ár. Russiski forsetin, Vladimir Putin, mælti í síðstu viku til at longja avtaluna í eitt ár, men Hvítu Húsini hildu, at uppskotið var ikki áhugavert, so leingi tað ikki fevndi um at minka talið av kjarnorkuútbúnaði. Betri hevur roknað út, at um eitt miðal húski í Vágum heldur valdi at seta búgv í Tórshavn, hevði húskið havt okkurt um 3.300 krónur minni eftir um mánaðin, tá bústaðurin er goldin. Sambært Betri kostaðu eini hús í Vágum í miðal 1,25 milliónir krónur í fyrra hálvári. Miðalprísurin í øllum landinum er 1,92 milliónir. Løgreglan heitir á fólk, ið skulu út í ferðsluna at koyra í morgun, um at vísa varsemi, nú tann fyrsta hálkan í hesum umfarinum er komin. Tvey ferðsluóhapp hava verið í morgun. Eitt ferðsluóhapp er hent á Oyggjarvegnum, og har var hálka orsøk til ferðsluóhappið, sigur vakthavandi á politistøðini. Hitt ferðsluóhappið, sum hevur verið í morgun, er hent við Brúnna um Streymin. Vakthavandi veit ikki at siga, um hálka eisini er orsøk til tað ferðsluóhappið. Vakthavandi á politistøðini í Havn veit ikki í løtuni, um nakar fólkaskaði er í teimum báðum ferðsluóhappunum í lýsingini í morgun. Føroya arbeiðsgevarafelag hevur nú eisini gjørt vart við seg í sambandi við ætlanina hjá landsstýrinum at broyta lógina um tillagað starv. Annars sigur felagið, at arbeiðsgevarar eiga at kunna geva fólk viðbót aftrat grundlønini, uttan at hetta ávirkar útgjaldið frá Almannaverkinum. Tað styrkir kappingarførið, at arbeiðsgevarar kunnu løna fólki eftir førleikum, royndum, arbeiðsuppgávum og ábyrgd, sigur Arbeiðsgevarafelagið. Føroya arbeiðsgevarafelag mælir tí til, at fólk, sum hava tillagað starv, kunnu fáa viðbót afturat grundlønini, uttan at hetta ávirkar útgjaldið frá Almannaverkinum. Føroya arbeiðsgevarafelag átalar enn einaferð staðiliga, at broytingaruppskot verða løgd fyri løgtingið, uttan at hava verið til hoyringar fyrst. Lógaruppskotið hjá Almannamálaráðnum er, at markið fyri ískoyti frá Almannaverkinum til fólk, sum hava tillagað starv, minkar 2.100 krónur um mánaðin. Átta tingfólk í andstøðuni hava nú lagt uppskot fyri løgtingið, sum skal javnseta rættin hjá samkyndum foreldrum við onnur foreldur til barsilsfarloyvi og barsilspening. Eirikur Lindenskov, ábyrgdarblaðstjóri á Sosialinum, sigur, at atkvøður eitt nú Johan Dahl í Sambandsflokkinum fyri uppskotinum, kann tað verða ein bumba undir samgonguni, tí Miðflokkurin hevur longu gjørt greitt, at hendir tað, so er eingin samgonga. Stuðul verður veittur sum endurgjald fyri djóralæknakanningar og djóralæknaváttanir og fyri flutning úr Føroyum og til Føroyar í sambandi við, at skinnini verða send av landinum til garvingar. Munurin á pensjónini hjá kvinnum og monnum er størstur millum tey, sum búgva uttan fyri Tórshavnar kommunu. Har hava menn eina pensjónssamansparing, sum er 38 prosent størri enn hjá kvinnunum. Hyggja vit at muninum millum kynini í Tórshavnar kommunu, hava menn eina pensjónssamansparing, sum er 12 prosent størri enn hjá kvinnunum. Tað er so at siga eingin munur á pensjónssamansparingini millum menn í høvuðsstaðnum og uttan fyri Havnina, meðan munurin millum kvinnurnar er lutfalsliga stórur. Ári Rouch, aðalskrivari í Hondbóltssambandinum, roynir ikki at fjala útyvir, at støðan ikki er nøktandi fyri hondbóltin, sum hevur gjørt risa framstig seinastu árini. Men stóra framgongdin, sum er hend innan hondbóltin seinastu árini, kann gera, at Hondbóltssambandið fer at ger sum Fótbóltssamband Føroya og flyta út undan veingjabreiðinum hjá ÍSF. Herfyri flutt Svimjisambandið eisini inn til Runavíkar, og Petur Mittún, ÍSF aðalskrivari, ásannar, at skal Ítróttarsambandið ikki syndrast, so er neyðugt, at tað hevur skund at fáa bygt eitt nýtt ÍSF hús. ÍSF húsið var upprunaliga húsið hjá hondbóltsfelagnum Neistanum, sum lat húsið byggja í 1963 og 64. Ítróttarsamband Føroya yvirtók húsið í fyrru helvt av sjeytiárunum og hevur húsast har síðani. Húsið bleiv útbygt rættiliga nógv í 1982. Hølisviðurskiftini hjá sersambondunum í framtíðini eru enn óviss. Vit stukku inn á gólvið í ÍSF húsinum, sum hondbóltsfelagið Neistin upprunaliga læt byggja. ÍSF húsið var upprunaliga húsið hjá hondbóltsfelagnum Neistanum, sum læt húsið byggja í 1963 og 64. Ítróttarsamband Føroya yvirtók húsið í fyrru helvt av sjeytiárunum, og hevur húsast har síðani. Húsið varð nógv útbygt í 1982. ÍSF umsitingin og sersambondini, sum húsast í ÍSF húsinum í Gundadali, ganga eina óvissa framtíð í møti, tí einki nýtt ÍSF hús stendur klárt, nú gamla ÍSF húsið í hesum døgum verður tømt og síðani tikið niður. Hondbótssambandið er størsta sersambandið, sum enn er undir ÍSF og húsast í ÍSF húsinum. Ári Rouch, aðalskrivari, roynir ikki at dylja, at støðan ikki er nøktandi fyri hondbóltin, sum hevur gjørt risaframstig seinastu árini. Herfyri flutt Svimjisambandið inn til Runavíkar, og Petur Mittún, ÍSF aðalskrivari, ásannar, at skal Ítróttarsambandið ikki syndrast, hevur tað skund at fáa bygt eitt nýtt ÍSF hús. Í kjallaranum í ÍSF húsinum er ein serligur kassi. Har liggja øll fløggini, sum vórðu brúkt í sambandi við Oyggjaleikirnar í 1989. Bjarni Arnason vil einki siga enn um ætlanir sínar í formanssessinum í Føroya Tele. Hann vil hava nakrar dagar at kunna seg um tað, sum hendir í Føroya Tele, sigur hann. Turið Hammer hevur skrivað og vart eina ph.d ritgerð um tarmbrunasjúkur í Føroyum. Tað vísir seg, at Føroyar er tað landið í heiminum, ið hevur hægsta títtleika av tarmsjúkum. Mett verður at yvir 1.000 føroyingar hava tarmbrunasjúku. Tað er tríggjar ferðir fleiri tilburðir samanborið við okkara norðurlendsku grannar. Djóni Nolsøe Joensen, løgtingslimur, er ein teirra, ið livir við tarmbrunasjúku. Ráðini frá Djóna eru at lata seg kanna sum skjótast, um sjúkueyðkenni vísa seg. Fyri hann hava kostvanar og rørsla gjørt, at hann bert noyðist at taka heilivág eftir tørvi. Turið Hammer og Djóni Nolsøe Joensen vitjaðu morgunsendingina, har tey umrøddu evnið. Til ber at hoyra samrøðuna við at trýsta á pílin omanfyri. Leygardagin 24. oktober skipar Colitis Crohn felagið í Føroyum fyri tiltakið, har tað ber til at hoyra meira um tarmbrunasjúkur millum annað greiða fólk frá, hvussu sjúkan ávirkar teirra lív. Møguligt verður at seta teimum og fakfólki spurningar. Fyri limir er tiltakið ókeypis, men øll eru vælkomin. Tó er neyðugt at melda seg til við at senda ein teldupost. Tiltakið verður í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum klokkan 13, leygardagin 24. oktober. Men sjúklingar, sum ikki kunnu sendast heim, ella á onkran stovn, men bara kunnu vera á sjúkrahúsi, verða ikki avvístir á Tvøroyri, sigur hann. Jan Mortensen, leiðari á Lønardeildini, og Óluvá í Gong, forkvinna í Sjúkrarøktarfrøðingafelagnum, siga, at onki samband er millum partarnar, og tí eru ongar samráðingar á skránni, sum støðan er í løtuni. Í felagnum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum viðgera tey í dag undantøkini, sum Landsjúkrahúsið hevur biðið um til seingjardeildina á B8. Landssjúkrahúsið fær væntandi svar tíðliga seinnapartin, sigur forkvinnan. Sjúkrarøktarfrøðingarnir, sum eru í verkfalli, verða í dag kunnaðir um støðuna, sigur Óluvá í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Onkur í kommununi heldur, at trivnaðurin er góður meðan summi í teimum smærru bygdunum kenna seg gloymd og ikki hoyrd av kommununi. Í september var olja brúkt til at gera 58 prosent av streyminum, vatn til 28 prosent, vindur til 14 prosent og 0,04 prosent fingust úr sólini á Krossinum í Sumba. Í nógv ár hevur verið ynski um eitt nýtt orgul í Hvannasunds kirkju. Tað gamla orglið fylti ikki nóg nógv í kirkjuni, tá nógv fólk er í kirkju. Ein av stigtakarinum er Jógvan Josias á Hædd. Hann greiðir frá, at tilgongdin til nýggja orglið byrjaði longu í 2009, tá tey settu seg í samband við Frobenius og Sønner, orgulbyggjarar. Eitt ynski um eitt kirkjuhús kom stutt eftir, og tí var tað ov nógv at hava tvær verkætlanir koyrandi í senn. Tá kirkjuhúsið varð liðugt í 2016, fóru tey undir aftur at fáa eitt nýtt orgul til kirkjuna. Hetta er eitt gott orgul, tey hava fingið í Hvannasundi. Eitt stórt orgul til eina lítla kirkju, har uppsetingin er góð og riggar væl. Einar Larsen var limur í sóknarstýrinum á Tvøroyri árini 1963 1966. Hann kastaði saman við borgaralistanum, og var formaður í sóknarstýrinum árini 1963 og 1965. 1. januar 1949 tók Einar við sum tollari á Tvøroyri. Heimastýrið setti ein tollara í Klaksvík, tveir í Havn, ein á Tvøroyri og ein í Vági. Teir fóru skjótt til Havnar at heilsa upp á løgmann. 7. oktober gjørdist ein sjúkur, sum kom úr útlandinum, og dagin eftir gjørdist ein sjúkur aftrat, tí viðkomandi hann hevði verið í samband við tann smittaða. Tað upplýsti Jørgen Niclasen, landstýrismaður í samferðslumálum, í svari til Jóhannis Joensen, løgtingsmann úr Javnaðarflokkinum, tá munnligir fyrispurningar vóru á skránni í løgtinginum í dag. Níggju milliónir krónur eru settar av til Dalstunnilin í ár, og Jørgen Niclasen sigur, at klárar Landsverk ikki at brúka allan peningin, verður óbrúkta upphæddin flutt til næsta ár. Í juli mánaði segði Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki, at við verandi játtan, har níggju milliónir krónur verða játtaðar um árið, fer tað at taka umleið seks ár at bora tunnilin til Dals. Bøkurnar geva eina góða mynd av føroyskum máli í dag og eru eitt týðandi íkast til mállærubókmentir . Tað segði dómsnevndin millum annað, tá Hjalmar P. Petersen fekk M.A Jacobsens virðisløn. Vit tosa við rithøvundin og spyrja eitt nú, hvussu føroyska málið hevur tað í dag. Framhaldssøgan um føroysku leiklistina heldur fram, og í dag trínur forkvinnan í Leikarafelagnum, Durita Dahl Andreasen, á pallin. Listarnir eru nú lætnir inn til kommunuvalið. Listarnir eru færri í tali og harvið eru færri valevni at velja ímillum. Hvørja ávirkan hevur hetta á fólkaræðið. Tað verður umrøtt í seinna parti av sendingini. Luttakarar Steffan Klein Poulse umboðar Ung Fyri Miðflokkin, Birgir Ferjá Heldarskarð umboðar Unga Sambandið, Herborg Gaardlykke umboðar SU, Erling Mørkøre umboðar Huxa, Rókur Herup Olsen umboðar Unga Tjóðveldi og Jógvan Fríði Tróndarson umboðar Framsøkin Ung. Hallbera Vest, stjórnmálafrøðingur, og Jóannes N. Dalsgaard, stjórnmálafrøðingur umrøða kommunuvalið. Aftur í morgun er hált ymsastaðni í landinum, sambært Landsverki og løgregluni. Um fýratíðina í morgun heitti løgreglan á fólk um at koyra varliga um Gøtueiðið, har svartakálk var. Sambært Landsverki er tað eisini hált nógva aðrastaðni í landinum í morgun. Stutt eftir klokkan fimm í morgun segði Landsverk, at roknast kann við hálku á í um við Gjáarskarð, Gøtueiði, Kaldbaksbotni, Kambsdali, Klaksvík, Norðskálatunnilin, Norðuri í Sundum Kollafjørður , Oyggjarvegnum, Runavík, Sandavágshálsi, Sandoy Brekkuni stóru , Sundi, Vatnsoyrar. Men Trivnaðarnevndin leggur tó stóran dent á, at ikki verður bygd upp ein nýggj skipan til hetta endamálið, sum ger, at uppskotið fer at hava meirkostnað við sær. Klokkan trý seinnapartin fara sjúkrarøktararnir at herða verkfallið. Tá fara sjúkrarøktarfrøðingar á B8 songjardeildini á Landssjúkrahúsinum eisini í verkfall. Í gjár søgdu bæði Jan Mortensen, leiðari á Lønardeildini, og Óluva í Gong, forkvinna í felagnum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, at onki samband hevði verið millum partarnar, og tí eru ongar samráðingar fyri framman, sum støðan var í løtuni. Ráðharrin í heilsumálum, Magnus Heunicke, er ørkymlaður um gongdina, eisini, tí fleiri lond í Evropa tykjast hava mist tamarhaldið á smittugongdini. Hann sigur, at komandi tveir ella tríggir dagarnir verða avgerandi fyri, um Danmark fer at herða tiltøkini. Í Danmark kunnu fleiri enn 50 fólk ikki savnast. Tað er í fyrsta umfari galdandi fram til 31. oktober. Eisini verður sett sum treyt, at fólk brúka munnbind, tá ið tey ferðast við almennum flutningi. Sum støðan er nú, er talan ikki um at lata enn meira upp, tí smittugongdin er ikki góð, sigur heilsumálaráðharrin við Jyllandsposten. Tíðarskeiðið, tá ið tú í sambandi við koronusmittuna verður avbyrgdur ella settur sóttarhald, verður nú stytt úr 14 døgum niður í 10 dagar. Frameftir verður mælt til, at øll, ið hava fingið staðfest koronusmittuna, verða avbyrgd í 10 dagar. Tað er eisini ein treyt, áðrenn tú verður loystur úr avbyrgingini, at tú seinastu trý samdøgrini ikki hevur nøkur smittueyðkenni. Tíðarskeiðið í sóttarhaldi verður eisini stytt úr 14 døgum niður í 10 dagar. Hava myndugleikarnir heitt á teg um at fara í sóttarhald, verður mælt til, at tú eisini letur teg kanna á sætta degi. Ein negativ kanning á sætta degi loysir teg tó ikki úr sóttarhaldinum. Kemur tú úr einum landi við høgum smittutrýsti, tað er yvir 50 fyri hvørjar 100.000 íbúgvar, eigur tú at lata teg kanna á sætta degi, og vera serliga varin í 14 dagar eftir komu til Føroya, sigur Heilsumálaráðið. Mett er, at tær kunnu gera 20,4 gigawatttímar um árið, og teir svara til miðalnýtsluna hjá 4.000 húskjum, 4.400 tons av olju um árið. Tað stendur framvegis í botni í sáttmálatrætuni millum sjúkrarøktarfrøðingarnar og Lønardeildina, og einki samband er millum partarnar. Løgtingið tekur undir við einari royndarskipan í trý ár um ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð til fólk millum 15 og 35 ár, sum hava angist ella lætt til moderat tunglyndi. Eitt uppskot um kunngerð, sum sigur, hvørjar sálarsjúkur geva ókeypis viðgerð, er longu gjørt, og er til hoyringar til 26.oktober. Landsstýrið ætlar at broyta lógina um dagpengar vegna sjúku, so arbeiðsgevarar skulu gjalda fyri fýra dagar í staðin fyri tveir dagar sum nú. Føroya arbeiðsgevarafelag átalar eisini staðiliga, at lógarbroytingar verða lagdar fyri løgtingið uttan at hava verið til hoyringar hjá viðkomandi pørtum. Broytingin í dagpeningaskipanini er at flyta útreiðslur frá landskassanum yvir á arbeiðsgevarar, og hetta verður gjørt uttan hoyring ella umrøðu av málinum yvirhøvur. Føroya arbeiðsgevarafelag mótmælir slíkari mannagongd. Vit eru spent at taka ímóti fyrstu gestunum og veita teimum eina tænastuuppliving á altjóða stigi og føroyskum gestablídni, sigur Martin Restorff, stjóri á Hotel Hilton. Durita Dahl Andreassen er nýggj forkvinna í Leikarafelagnum, ið er fakfelagið hjá yrkissjónleikarum í Føroyum. Samstundis sum hon er forkvinna í fakfelagnum, er hon eisini partur av Leiklistafylkingini, sum boykottar Tjóðpallin, og so er hon júst vald í Leiklistaráðið, sum stýrir Tjóðpallinum. Harvið fær hon ein sentralan leiklut í kreppuni, sum leikar í. Leikarafelagið hevur kært Leiklistaráðið fyri at tulka áramálssetanina skeivt. Tey halda, at ein áramálssetan merkir, at stjórin á Tjóðpallinum eigur at vera skiftir út. Men Leikarafelagið sigur seg annars ikki boykotta Tjóðpallin, sum Leiklistafylkingin annars ger. Vit umboða øll í felagnum, bæði tey, sum boykotta, og tey, sum ikki boykotta Tjóðpallin, sigur Durita, sum ikki sær sínar ymsu leiklutir sum ein trupulleika. Herfyri trein eitt nýtt felag á pallin. Palllistafelagið sigur seg vilja savna øll, sum hava við leiklist at gera undir einum. Leikarafelagið ger í hesum sambandi vart við, at tey longu hava samráðingarrættin og hava sáttmála við Tjóðpallin undir Fíggjarmálaráðnum og hava eisini lønar og rættindasáttmálar við Kringvarpið, Sprotin og Ljóðbókatænastuna. Vit hava eina miðaldarliga fatan av orsøkini til at fólk eru bundin at rúsdrekka og rúsevnum, og tí er neyðugt, at viðgerðarhættirnir verða broyttir. Tað heldur Henrik Rindom, sum er psykiatari, yvirlækni og serfrøðingur í rúsdrekka og rúsevnismisnýtslu. Harafturat er hann granskari og hevur skrivað fleiri bøkur og greinar um evnið.Henrik Rindom er knýttur at danska viðgerðarstovninum NovaVi, har eisini føroyingar hava verið í viðgerð fyri rúsdrekka og rúsevnistrupulleikar. Í hesum døgum er Henrik Rindom saman við stjóranum í NovaVi, Mikael Jakshøj, í Føroyum fyri at kunna fakfólk og politikkarar um tíðarhóskandi rúsdrekka og rúsevnisviðgerð. Aloftast koma fólk í viðgerð, tá tey eru komin rættiliga illa fyri og eru veruliga bundin at alkoholi ella rúsevnum. Okkara royndir og granskingarúrslit vísa heilt greitt, at tað snýr seg um at geva skjóta, professionella hjálp. Tað vil siga, at vit eiga longu at fáa fatur á teimum, tá tey eru ung og byrja at fáa keðiligar vanar við rúsdrekka ella rúsevnum, sigur Henrik Rindom. Royndirnar hjá NovaVi seinastu 60 árini eru, at tað er størri tørvur á tilboðum til ambulanta viðgerð enn til innlegging, og langtíðarúrslitini eru nógv betri, sigur Mikael Jakshøj, stjóri á NovaVi. Endamálið er til eina og hvørja tíð, at fólk, sum fáa viðgerð, skulu hava møguleika at koma styrkt út úr støðuni, tey hava verið fastløst í, og kunnu liva eitt vanligt lív í framtíðini. Og fyri samfelagið gevur hetta økt tilfeingi og minkar um útreiðslurnar, sigur Henrik Rindom. Uppskot um at seta pengar í Atlantic Airways og Vága floghavn fyri at bjarga feløgunum undan avleiðingunum av koronu, eru á veg í løgtingið, og tey koma væntandi í næstu viku. Jørgen Niclasen vildi ikki siga nakað tal í tinginum í gjár, og tað vil hann heldur ikki í dag. Men í tinginum í gjár legði hann dent á, at Atlantsflog fer ongan veg. Uppskot kemur eisini um at lata flogvøllinum pengar úr landskassanum, segði Jørgen Niclasen, men tey tølini eru tíbetur minni enn fyri Atlantsflog, segði hann. Koronutilmælini verða nú broytt, soleiðis at tey, sum hava fingið staðfest smittuna, skulu vera avbyrgd í 10 dagar. Tilmælið hevur verið 14 dagar. Tá ein skarar framúr, er talan um fólk, sum er raskari, dugnaligari, vakrari, klókari, ídnari og so framvegis stutt sagt betri enn onnur á sínum øki, greiðir Elin Henriksen, málkøn, frá. Best hevði verið, um vit fingu eina stavseting til hesi orð, tí hóast tey ikki eru í skriftmálinum, eru tey livandi í talumálinum, sigur Elin Henriksen. Skjótt verður ókeypis at koyra í Norðoyatunlinum og Vágatunlinum, lovaði landsstýrismaðurin í samferðslumálum í løgtinginum í gjár. Fólk, sum koyra gjøgnum undirsjóvartunnil til arbeiðis, fáa 8,45 krónur hvønn vegin í ferðastuðli frá landinum. Fólk fáa ferðastuðul, um tey hava meira enn 20 kilometrar til arbeiðis Á Aalborg Universitetshospital hava tey eina venjingarmiðstøð. Hetta er tó ikki ein heilt vanlig venjingarmiðstøð við vektum og rennibondum, men ein venjingarmiðstøð fyri robottskurðfrøði. Tað eru bert fimm slíkar venjingarmiðstøðir í Evropa og bert ein í Norðurlondum. Læknar úr øllum Evropa koma til Aalborg á venjingarlegu, har teir seg at skurðviðgera við robottum. Vit fingu robottarnar í 2008. Tá skuldu vit til at læra okkum at brúka hesa nýggju tøknina. Tað er týdningarmikið, at ein hevur vitanina frá kikara skurðviðgerum at byggja á. Síðan 2008 hava vit so ment okkum á hesum økinum, sigur Jóhan Poulsen. Í dag undirvísir hann øðrum læknum at nýta tøknina. Tað er eingin forðing fyri at føroyskir læknar kunnu læra seg at brúka robottin. Tó er avbjóðingin, at í Føroyum eru ikki so nógvar skurðviðgerðir av ymiskum slag. Um ein starvast við robottskurðfrøði, so er ein meginregla, at mann helst skal vera partur av umleið 50 skurðviðgerðum um árið. Annars skal mann ikki fara í holt við tað, sigur Jóhan Poulsen. Í hesi sendirøð hoyra okur um sangirnar hjá Hank Williams. Og sangir um Hank Williams. Merkisvert er, at teir enn liva okra millum, hóast hann andaðist fyri næstan 70 árum síðani. Fýra stjørnur hevur hotellið og 130 kømur. Hotellið hevur staðið í gerð í tvey ár, og tí var tað ein rørdur Martin Restorff, stjóri, sum í dag kundi lata dyrnar upp fyri fyrstu gestunum. Tað hevur tikið okkum tvey ár at gera hotellið klárt at taka móti gestum, og øll hava verið noydd at hjálpa til. Martin Restorff, stjóri Sjefkokkurin í Hilton Garden Inn Faroe Islands, Jákup Sumberg, og stjórin, Martin Restorff, hava verið noyddir at samstarva um annað enn matarskránna, fyri at fáa nýggja hotellið klárt, so tað í dag kundi lata dyrnar upp fyri fyrstu gestunum. Jákup Sumberg er sera væl nøgdur við nýggju arbeiðsumstøðurnar í køkinum inn í sjálvum hotellinum. Heldur meira ivasamt hevur tað kanska verið, meðan síðsta hond er løgd á hotellið. Eingin í Hilton Garden Inn Faroe Islands er ov fínur til ikki at tola at fáa skitnar fingrar. Vit eru sum ein familja og eru saman um hetta, sigur Martin Restorff, stjóri. Tað hevur tikið tvey ár at byggja hotellið, sum stendur við Staravegin í Havn, við sera góða útsýninum yvir Svartafoss og Hoydalar og bjergini har norðuri , sum stjórin málber seg. Nærlagni er so avgjørt eitt motto hjá okkum, tí tað skal gjøgnumsúrga alt, vit gera. Tí er tað gott at vita, at nærlagni eisini er lagt í sjálva byggingina av hotellinum. Martin Restorff, stjóri Seinasta samskipanin skal fáast upp á pláss, áðrenn fyrstu gestirnir koma á gátt. Føroyskt gestablídni skal eyðkenna hotellið, lovar stjórin. Øll eru hjartaliga vælkomin inn á hotellið at eta og drekka. Hotellið er til okkum øll, og bæði barr og matstova vera fyrstafloks. Martin Restorff, stjóri Tað er fantastiskt at hava so góður umstøðar, sum vit hava í køkinum her á Hilton Garden Inn Faroe Islands. Køkurin er innrættaður soleiðis, at alt, ið okkum tørvar til matgerðina, er í sjálvum køkinum. Tað er ikki neyðugt at fara út úr køkinum eftir nøkrum. Jákup Sumberg, sjefkokkur Tað var sera umráðandi, at ein kokkur var við, tá køkurin bleiv teknaður fyri tveimum árum síðani, og tað kemur veruliga til sín rætt nú. Alt gott um arkitektar, men teir eru ikki kokkar og vita tískil ikki, hvussu arbeiðsgongdirnar eru í einum køki av hesari støddini. Úrslitið er super. Jákup Sumberg, sjefkokkur Matstovan hevur nomið sær íblástur úr franska bistro stílinum, har dentur er lagdur á góðar rávørur. Bistro merkir, at sjálv borðreiðingin verður sera einføld. Nógv fólk rúmast eisini í matstovuni, so eitt gott kvøld skulu vit gera mat til kanska 150 fólk, og tá skal tað eisini ganga eitt sindur skjótt. Jákup Sumberg, sjefkokkur Køkurin er eisini innrættaður soleiðis, at hann hevur fleiri sjálvstøðugar arbeiðsstøðir. Tað merkir, at hóast eitt stórt veitslulag er í veitsluhøllini, so ávirkar tað ikki borðreiðingina í matstovuni, lovar sjefkokkurin. Tilvildin sleppur ikki at ráða. Nærlagnið er lyklaorð í hotellvinnuni, og Hotell Garden Inn Faroe Islands skal harumframt liva upp til stigið, sum Hilton ketan setur. Stílurin í Hilton Garden Inn Faroe Islands er ímyndin av norðurlendskum marglæti og hugna í Føroyum, verður reypað við í lýsingin av hotellinum. Tænastan verður í hásæti í Hilton Garden Inn Faroe Islands, men Restorff genið føroyskt gestablídnið skal eisini mynda upplivingina. Martin Restorff, stjóri Júst útsýnið norðureftir móti Hoydølum og fjøllunum norðanfyri er nakað heilt serligt. Øll kømurini hava stór vindeygu, so útsýnið veruliga kann njótast, sigur Martin Restorff, stjóri. Sjálvur ivaðist hann upprunaliga, um tað var snilt at leggja eitt hotell í ídnaðarøkinum við Staraveg, men har fór hann skeivur, viðgongur hann í dag. Vit eru klár og standa saman um hetta prosjektið, og tað er fantastiskt endiliga sleppa at taka móti gestum oman á stríðið at fáa alt klárt. Martin Restorff, stjóri Føroyar spæla seinnapartin EM undankappingardyst á útivølli móti Wales. Talan er um trupla uppgávu, tí Wales er á 2. plássi í bólkinum aftanfyri oddaliðið, Noreg. Tá liðini spældu í Føroyum í september í fjør, vann Wales 6 0. Vit høvdu nógv góð ting í seinasta dystinum móti Hvítarusslandi, sum vit skulu taka við okkum inn í dystin, og harfrá skulu vit so sjálvandi byggja uppá. Vit fáa harða mótstøðu, men vit eru klárar at geva alt, sum vit hava fyri at fáa eitt gott úrslit við heim, sigur Heidi Sevdal við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandi Føroya. Liðið er sett Føroyski landsliðsvenjarin, John Petersen, hevur sett liðið, sum skal á vøllin á Rodney Parade í Newport í dag. Tað líkist liðnum, sum tapti 2 0 móti Hvítarusslandi fyri júst einum mánaða síðan. Ein broyting er kortini. Roynda Olga Kristina Hansen, sum ikki var tøk tá, er við frá byrjan á føroyska miðvøllinum. Liðið Óluva Joensen mv Ásla Johannesen, Birita Ryan, Jacoba Langgaard, Sanna Svarvadal Jensa Tárolvsdóttir, Elisabet Vang, Olga Kristian Hansen, Kára Djurhuus, Sara Samson Lamhauge Heidi Sevdal Dysturin móti Wales byrjar klokkan 16.30. Vit eru samd um, at grundarlag er fyri at taka upp aftur samráðingarnar millum ES og Michael Barnier, segði Frost á Twitter, eftir at hann hevði tosað við mótpartin í ES, Michael Barnier. Talsmaður hjá bretska forsætisráðharranum, Boris Johnson, er kortini ikki so vónríkur, men sigur, at Bretland heldur, at ein avtala er besta loysnin. Tveir partar mugu verða í eini avtalu. Og tað kann meira enn so henda, at samráðingarnar ikki bera á mál. Um tað verður, fer Bretland úr ES við ongari avtalu, og fer at hava somu treytir sum Avstralia, sigur talsmaðurin. Hóast samráðingarnar hava vart í tvey ár, so hava ES og Avstralia onga handilsavtalu, men samhandilin er skipaður við altjóða fríhandilsavtalum. Hann segði, at ES hevði sýtt fyri at fara undir ítøkiligar samráðingar, og at bretar máttu fyrireika seg til hart brexit við ongari avtalu, um ES ikki umhugsar sína støðu. Nakrar tímar seinni boðaði talsmaðurin hjá Johnson frá, at samráðingarnar í roynd og veru vóru lidnar, tí ES vísti ikki áhuga fyri broyta støðu. Forkvinnan í ES nevndini, Ursula von der Leyen, segði stutt eftir boðini frá Johnson, at samráðingarnar fara at halda fram í London í hesi vikuni sum ætlað. Í Spania eru nú fleiri enn ein millión fólk smittað av kornavirusi, og Spania er samstundis fyrsta landið í Evropa, har fleiri enn ein millión eru smittað. Næstan 35.000 fólk í Spania eru deyð av koronu, síðani smittan fyrstu ferð varð staðfest á einari av kanarisku oyggjunum, La Gomera, 31. januar. Fyrrapartin í morgin hittir semingsstovnurin partarnar í sáttmálatrætuni millum felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum. Tí fer valnevndin at umrøða støðuna á fundi í kvøld, sigur forkvinnan í valnevndini, Eydna Danielsen. Hon sigur seg ikki vera vísa í, hvussu nógv fólk skulu vera á listanum aftrat, men tey mugu í minsta lagi vera tvey, so fimm fólk vera at velja ímillum. Tey trý sum hava stillað upp, eru Bergljót Ludvig, sum er varaborgarstjóri nú, og Jón Midjord, sum er limur í bygdarráðnum. Saman við teimum er Delmar Tausen á listanum. Delmar hevur drúgvar royndir í kommunalpolitikki í Hovi, og hevur verið borgarstjóri í fleiri umførum. Hann hevur seinastu árini ikki havt sæti í bygdaráðnum. Núverandi borgarstjórin í Hovi, Jónsvein Hovgaard, hevur sitið fýra skeið í bygdaráðnum í Hovi, og hann hevur gjørt av, ikki at stilla upp aftur. Hann sigur, at nú eru fimm bygdaráðslimir í Hovi, men á nýggjárinum fór fólkatalið niður um 100, og tí skulu bert tríggir limir veljast í bygdarráðið hesaferð. Bólkurin Páll Finnur Páll, klintra í løtuni á hittlistum í Íslandi, Páll Oddur Rubbeksen greiður frá gongdini í okkara grannalandi fyri norðan. Jón Eliassen, tónleikafrøðingur og sangskrivari, er klárur við sínum debut solo staklagið. Jón greiðir frá og frumframførur spildurnýggja sangin You Got The Fire . Dania O. Tausen, kend frá bólkum sum Reality Bytes, VSJ og Sway, hevur givið trý stakløg út seinastu mánaðirnar. Dania er gestur í sendingini. Jasmin Mote, er aktuel við nýggjum staklagið, og fer við bólki sínum Jasmin í næstum á konsertferð í Føroyum. Ringt verður til Jasmin fyri at fregnast um ætlanirnar. Tøl eru ikki fyri tí, men ábendingar eru um, at fólk, sum sita í varðhaldi, ofta sita avbyrgd í langa tíð. Hetta er nakað, sum er ræðuligt, heldur Amnesty. Hesum er fongsulspresturin, Sverri Steinhólm, samdur í. fongsulsprestur í Føroyum, Katrin á Nesytabø, forkvinna í Amnesty International í Føroyum, Peter Scharff Smith, professari á Lærda Háskúlanum í Oslo og Michael Boolsen, fúti, umrøða hesi viðurskifti í Breddanum í dag. Seinni er politiskt kjak millum Rósu Samuelsen, limi eftirlitsnevndini fyri varðhaldsfongslaðum, Djóni Nolsøe Joensen, limi eftirlitsnevndini fyri varðhaldsfongslaðum, og Christian Andreasen, formanni í rættarnevndini hjá Løgtinginum. Luttakarar Sverri Steinhólm, fongsulsprestur, Magni Højgaard, Megna Títt Lív, Katrin á Nesytabø, forkvinna í Amnesty International í Føroyum, Peter Scharff Smith, professari á Lærda Háskúlanum í Oslo og Michael Boolsen, fúti. Rósu Samuelsen, eftirlitsnevndin fyri varðhaldsfongslaðum, Djóni Nolsøe Joensen, eftirlitsnevndin fyri varðhaldsfongslaðum, og Christian Andreasen, formaður í rættarnevndini hjá Løgtinginum. Í dag er ein søguligur dagur í føroyskari hotellsøgu. Tí Hotel Hilton letur nú eisini dyrnar upp í Føroyum. Men tað er í einari tíð, sum eingin kundi spátt um, og har framtíðin er óviss. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum er á veg í løgtingið eftir pengum til Atlantsflog, sum eigur í hotellinum. Almenna partafelagið hevur bundið seg til at tryggja raksturin av hotellinum næstu fimm árini, men pengarnir úr landskassanum skulu ikki brúkast til nýggja hotellið, sigur landsstýrismaðurin. Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur hert verkfallið í dag, og hóast felagið hevur givið undantøk til sjúkrahúsverkið, er trýstið ógvuliga stórt í løtuni, tí verkfallið rakar akuttdeildir, sigur forstjórin. Nýggjar sóttarhaldsleiðreglur eru settar í verk í dag. Farsóttarnevndin metir tað ikki longur vera neyðugt at vera í sóttarhaldi í tvær vikur. Tíðarskeiðið, ið fólk verða avbyrgd ella sett sóttarhald, verður tí nú 10 dagar. Michael Boolsen, formaður í Farsóttarnevndini, var gestur í sjónvarpsstovuni. Hilton er fyrsta altjóða gistingarhús, sum letur upp í Føroyum. Tað eru Atlantsflog og tryggingarfelagið LÍV, sum hava latið Hilton hotellið byggja. Nýggja hotellið hevur fýra stjørnur og hevur 130 kømur, ráðstevnu og fundarhøli og, sum vit hoyrdu í innslagnum, matstovu. Vit vóru rundferð í nýggja gistingarhúsinum saman við Martini Restorff, stjóra Sambært DR, so fingu veljararnir hesuferð høvi at hoyra tvey valevni, sum á hvør sín hátt vilja standa á odda fyri USA næstu fýra árini. Reglurnar fyri orðaskiftið vórðu fylgdar, uttan at teir róptu í holið á hvørjumøðrum, og sambært DR fingu fólk politikk, sum tey hava bíðað eftir. Donald Trump, forseti royndi at tosa uttanum koronakreppuna, og tað misti hann stig uppá, sambært DR. Hann førdi millum annað fram, at heilivágur ímóti koronu verður tøkur um stutta tíð. Hetta hóast amerikansku heilsumyndugleikarnir hava sagt, at heilivágur ikki verður tøkur fyrr enn næsta ár. Joe Biden segði seg hava eina loysn uppá koronakreppuna, og tí kom hann væl frá. Donald Trump, forseti setti spurningin, hví amerikanarar skulu velja eitt valevni, sum hevur verið meir enn 40 ár í Washington, harav átta ár sum varaforseti, uttan at nakað stórvegis er hent, og sum hann nú tosar um sum 77 ára gamal. Donald Trump tosaði eisini um bláar og reyðar statir, og statir sum stuðla seg. Har svaraði Joe Biden, at um hann verður forseti, so verður ikki talan um reyðar ella bláar statir, men um eitt sameint USA. Seinnapartin í dag vera Jenis av Rana og Guðlaugur ór órðarson á ráðstevnuni Brexit, møguleikar og avbjóðingar, har teir fara at røða um, hvørjar møguleikar og avbjóðingar Brexit hevur fyri ávikavist Føroyar og Ísland. Í skúlum, sum hava minst 20 næmingar, eru trý foreldur í skúlastýrinum, og í teimum smáu skúlunum eru tvey foreldur í skúlastýrinum. Í skúlastýrinum hittast foreldur, umboð fyri kommunustýrið, starvsfólkaumboð og skúlaleiðarin regluliga at viðgera millum annað meginreglur og arbeiðsumstøður, læring og trivnaðarátøk skúlans. Formaðurin ella forkvinna í valnevndini skulu hava listarnar við teimum, sum stilla upp, eina viku fyri valið. Kommunustýrini, sum verða vald 10.november, velja umboðini hjá kommununi í skúlastýrinum. Skúlaleiðarin er fastur limur, og hvørt ár velja starvsfólkini sín stýrislim. Landstingið í Grønlandi er sent til hús í ótíð, tí eitt fólk, sum hevur verið í sambandi við eitt koronusmittað fólk, hevur verið á fundi við fíggjarnevndina hjá landstinginum. Grønlendski miðilin, Sermitsiaq, vendir sær eisini til danir og lýsir donsk samfelagsviðurskifti, ella viðger og lýsir hendingar í øðrum londum úr einum donskum sjónarhorni. Joy Mogensen, mentamálaráðharri, hevur svarað Sjúrði Skaale, fólkatingsmanni, sum spurdi, um føroyskir miðlar kunnu fáa stuðul úr Danmark, tá grønlendskir miðlar kunnu. Joy Mogensen sigur, at skulu føroyskir miðlar fáa stuðul úr Danmark, skulu teir millum annað venda sær til danir og lýsa donsk samfelagsviðurskifti, ella viðgera og lýsa hendingar í øðrum londum úr einum donskum sjónarhorni. Fangar í Føroyum verða oftari avbyrgdir enn fangar í Danmark. Men tað verður broytt nú, segði Michael Boolsen, fúti, í Breddanum í gjár. Peter Shard Smith, professari og serfrøðingur, sigur, at avbyrging kann fáa álvarsamar avleiðingar fyri tann, sum verður avbyrgdur. Bjørghild Djurhuus fekk 328 atkvøður, Katrin Holm fekk 286 atkvøður, Julianna Klett 255 og Marin Rasmussen fekk 254. 11 fólk stillaðu upp. Tiltakslimir eru Ingigerð á Trøðni, Robert Vilhelmsen, Birgit Hansen, Eyrit Guttesen Leyni op Ingrid S. Henriksen. Petur Rouch, Katrin Holm og Julianna Klett eru eisini í eldraráðnum, sum tók við í 2017. Dina Jensdóttir Norðberg er kristin bloggari, og bloggurin eitur vakurleiki. Hon sigur endamálið vera at síggja vakurleikan í Bíbliuni, evangeliinum og skapannarverkinum. Eisini vil hon fegin skapa meiri evangeliskt nettilfar, sum er andaligt, gagnligt, festligt og viðkomandi fyri føroyingar . Tá freistin at boða frá vallistum var úti, vóru bert trý fólk á listanum í Hovi. Tey vóru Bergljót Ludvig, sum er varaborgarstjóri nú, og Jón Midjord, sum er limur í bygdaráðnum. Saman við teimum var Delmar Tausen á listanum. Delmar hevur drúgvar royndir í kommunalpolitikki í Hovi, og hevur verið borgarstjóri í fleiri umførum. Hann hevur seinastu árini ikki havt sæti í bygdarráðnum. Núverandi borgarstjórin í Hovi, Jónsvein Hovgaard, hevur sitið fýra skeið í bygdaráðnum í Hovi, og hann hevur gjørt av ikki at stilla upp aftur. Hann sigur, at nú eru fimm bygdarráðslimir í Hovi, men á nýggjárinum fór fólkatalið niður um 100, og tí skulu bert tríggir limir veljast í bygdarráðið hesaferð. Sjúkrarøktarfrøðingar eru í verkfalli. Kunnu sjúkrarøktarfrøðingarnir aftur vinna stríðið um undirtøku millum kvinnur og menn. Í 2017 vóru sjúkrarøktarfrøðingarnir eisini í verkfalli, og tá tókist greiður samhugi vera við teirra verkfalli. Hvussu er hesaferð Við hvøjrum orðum royna partarnir at vinna samhuga fyri sínum sjónarmiðum. Partar av okkum brúka nógv tíð til aðrar miðlar enn Kringvarp Føroya. Ja, hesin parturin kanska bara veksur. Og hvar endar so Public Service stovnurin Kringvarp Føroya Yngra ættarliðið hevur nógvar miðlar at velja ímillum, og tað er neyvan Kringvarp Føroya, sum stendur ovasta, men hví ger tað nakað, svarar Ivan Niclasen uppá. Gestir Eyðna Skaale, retorikari, Selma Ellingsgaard, fyrrverandi forkvinna í Starvsmannafelagnum, John Johannessen, journalistur og Ivan Niclasen, kringvarpsstjóri. Her skapast luftbløðrur, sum koma upp til vatnskorpuna, har tær bresta og senda elasmáar bitlar við salti og øðrum evnum út í lofthavið. Granskingarúrslitini økja fatanina av, hvussu sjósirm tekur seg upp, og hvørji útlitini eru fyri at skýgerð. Úrslitini økja okkara fatan av veðurlagnum. Tær tríggjar rundkoyringarnar, sum eru gjørdar í sambandi við Eysturoyartunnilin, skulu eftirmetast, og kanska skulu tær broytast. Hann sigur, at sambært tekningunum eigur at bera til hjá stórum bilum at koyra í rundkoyringunum, og tað er við vilja, at rundkoyringar verða gjørdar trongar, sigur Boði Haraldsson. Tað skal ikki vera ein fíggjarligur bági hjá pensjónisti at vera giftur. Og tey, sum forvinna minst, skulu ikki rinda fyri heimatænastur. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna í almannamálum hevur saman við kommununum gjørt av at broyta gjøldini fyri heimatænastur. Inntøkumarkið verður hækkað úr 15.000 krónur upp í 50.000 krónur. Tað merkir, at tey, sum hava lægstu inntøkurnar, rinda ikki fyri heimatænastur. Munur verður heldur ikki gjørdur á giftum og ógiftum pensjónistum. Prísurin á heimatænastum hækkar ikki, hóast hjúnafelagin forvinnur pening. Sambært afturberingarskipanini, sum Jørgen Niclasen arbeiðir við, fær Atlantic Airways 35 prosent aftur av skattinum hjá flogfólki. Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi, væntar, at ferðafólktalið í ár verður umleið 160.000. Tað er munandi minni, enn roknað varð við, tá árið byrjaði. Semingsstovnurin hevur havt fund við sjúkrarøktarfrøðingarnar og Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum hvør sær í dag, men grundarlag er ikki fyri at taka samráðingarnar uppaftur, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður. Mánamorgunin klokkan sjey fara sjúkrarøktarfrøðingarnir á B6 á Landssjúkrahúsinum eisini í verkfall. Verkfallið rakar tó ikki leiðsluna á B6 og røkt og viðgerð av palliativum sjúklingum. Hámarkið er enn 100 fólk, men møguleikar eru at hækka talið, treytað av at kirkjuráðini í hvørjum einstøkum føri gera sertakar skipanir og mannagongdir. Føroyingar vóru ikki heilt ófyrireikaðir til nýggju tíðina, eftir at landið var loyst úr ymsum einaveldisbondum miðskeiðis í 19. øld. Og donsku amtmennirnir høvdu lagt lunnar undir týdningarmiklar partar av hesu menning, skrivar Erling Isholm, søgufrøðingur, í nýggjari bók. Erling vitjaði í útvarpsstovuna. Ólavur Jøkladal er nýggjur formaður í Leiklistaráðnum. Hann trínir harvið inn í eitt sjónleikarumhvørvi, sum er í opnum stríði, tí ein leiklistafylking boykottar Tjóðpallin. Ein av hansara fyrstu uppgávum verður at loysa ta ósemjuna. Men vit fritta eisini um lovaða tjóðleikhúsið, har okkurt nýtt er at frætta. Tað stendur í botni í sáttmálatrætuni millum Sjúkrarøktarfrøðingarnar og Lønardeildina, eftir at Semingsstovnurin seinnapartin gjørdi eina miseydnaða roynd at fáa partarnar aftur til samráðingarborðið. Tvørturímóti verður verkfallið hert mánamorgunin, tá sjúkrarøktarfrøðingarnir á B6 á Landssjúkrahúsinum eisini fara í verkfall. Stjórin á Landssjúkrahúsinum biður um undantøk fyri at kalla øll starvsfólkini á deildini. Og fær hann ikki tað, so er støðan somikið hættislig, at politiska skipanin má leggja uppí, sigur Steinar Eirikstoft. Landskassin skal gjalda 100 milliónir krónur til kreppurakta Atlantsflog. Men flogfelagið ætlar sær ikki at hækka ferðaseðlaprísirnar fyri á tann hátt at lata tey, sum ferðast, rinda sín part av rokningini. Tað er umráðandi at okkara uppfatan av menniskjavirðinum verður broytt. Tað sigur presturin Sverri Steinhólm, nú kjak er um at løgreglan í Føroyum avbyrgir fangar og varðhaldsfongslaði lutfalsliga nógv meiri enn í Danmark. Andstøðuuppskotið um at javnseta rættin hjá samkyndum foreldrum til barsilsfarloyvi og barsilspening leggur trýst á løgmann. Nakrir samgongulimir siga seg taka undir við uppskotinum meðan aðrir skýra tað at vera avtalubrot. Tí ætlar løgmaður, at landsstýrið sjálvt kemur í løgtingði við einum lógaruppskoti um nakað líknandi. Vikuskiftisverturin varð boðin á gátt hjá Magnusi Magnussen, kendur sum vertur í Gekkinum. Blíður og fryntligur greiðir Magnus frá, hvussu tey plaga at gera sperðil heima hjá teimum. Heitið suðuroyarsperðil heldur hann ikki, at suðuroyingar sjálvir hava funnið uppá. Tað er heldur komið uttanifrá, tí har suðuri siga tey bara sperðol . Hoyr innslagið her. Konsertir hava ikki verið í føroysku kirkjunum síðani á grækarismessu. Men við nýggjum tilmæli, sum er galdandi fram til 15. desember, hava kirkjurnar nú aftur fingið loyvi at hava konsertir. Biskupur Jógvan Fríðriksson greiðir frá. Føroyska arkitektvirkið SNA er ein av trimum fyritøkum, sum hevur fingið undangóðkenning til at byggja nýggja Jarn og Metallskúlan í Grønlandi fyri Grønlendska Sjálvstýri. Tað er fyrstu ferð, at SNA hevur fingið undangóðkenning til eina verkætlan í Grønlandi, sigur Selmar Nielsen, stjóri í SNA. Í sendingini í dag verður mest nýútgivið tilfar at hoyra. Vit spæla eisini sangir við Jeannie C. Riley, ið júst er farin um tey 75 árini. Sjúkrarøktarfrøðingarnir hava givið Landssjúkrahúsinum tey undantøkini, tey hava biðið um, sigur Óluva í Gong, forkvinna í felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Hann byrjaði at syngja við bólkinum Western sum 15 ára gamal, og hevur sungið við fleiri ymiskum bólkum líka síðani. Kendast av teimum er uttan iva Vestmenn , sum gav fyrstu plátuna út í 1983 og enn er virkin á palli. Ólavur er útbúgvin lærari innan talu og hoyrulæru, og undirvísti í ein mansaldur á Skúlanum á Trøðni. Tá hann fór frá vegna aldur, stovnaði hann sína egnu fyritøku, Tala og hoyrn, sum hjálpir fólki við talu og hoyritupulleikum av ymiskum slag. Løgreglan vil tí fegin frætta frá fólki, sum kunnu hava sæð okkurt, ið kann hava týdning fyri at loysa málið, sigur vakthavandi á Politistøðini í Havn við útvarpið. Í Danmark kunngjørdi stjórnin fríggjadagin, at tað verður bannað at selja alkohol eftir klokkan 22 um kvøldið, og tað verður kravt, at fólk brúka masku, tá tey fara til handils. Frakland hevur eisini sett útigongubann í verk ymsastaðni í landinum, ímeðan grannalandið, Belgia, hevur sett nýggj tiltøk í verk fyri at tálma smittuspjaðingini. Fleiri landslutir í Italiu hava somuleiðis lýst útigongubann, og í Póllandi hevur stjórnin givið boð um, at matstovur skulu steingjast fyribils. Nú hava tilsamans 42,6 milliónir fólk í heiminum fingið staðfest COVID 19, og 1,15 milliónir fólk ery deyð av smittuni, vísa nýggjastu tølini hjá Johns Hopkins University, sum fylgir gongdini neyvt. Miðskeiðis í desember kemur fólkakirkjan við leiðbeining um, hvussu kirkjugongdin í føroysku fólkakirkjuni verður á jólum og nýggjárinum. Tá kemur leiðslan í Fólkakirkjuni við einum tilmæli um, hvussu kirkjugongdin í teimum 60 fólkakirkjunum skal skipast um jóla og nýggjárshøgtíðina. Tann einans 14 ára gamli Luitjen Akselsson Apol úr Havnar Telvingarfelag hevur fingið eina flúgvandi byrjan í árligu føroyameistarakappingini. Tað skrivar Talvsambandið á heimasíðu sínari. Hann hevur sum tann einasti fult stigatal eftir fyrstu trý umførini. Mótsøðumenn hansara hava verið Hans Kristian Simonsen, Margar Berg og Rani Nolsøe. Í hølunum á honum er stórfavoritturin Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag við 2 stigi. Høgni hevur vunnið á Heiðriki Jacobsen og Heðini Gregersen og telvað remis móti Hans Kristiani Simonsen. Í almenna bólkinum hevur Flóvin M. Tummasarson úr Klaksvíkar Talvfelag gjørt bart. Hann er einsamallur á odda við fullum stigatali. Honum næstir eru Rógvi Mørkøre úr Kollafjarðar Talvfelag og Silas Hannesarson, báðir við 2 stigi. Ellivu telva í almenna bólkinum. Í unglingabólkinum hevur Elias Petersen úr Havnar Telvingarfelag tikið dik á seg og lagt seg á odda við trimum sigrum í trimum umførum. Honum næstir eru fýra telvarar við 1 stigum hvør. Einans sjey kappast í unglingabólkinum. Granskarar á Bjerknessenteret for klimaforskning og Lærda háskúlan í Bergen hava uppdagað nýggja havstreymin, sum gongur norðan fyri Ísland og fram við Føroyum. Havstreymurin er doyptur Iceland Faroe Slope Jet . Stefanie Semper hevur funnið nýggja havstreymin í sambandi við eina ph.d. ritgerð. Hon er høvuðsrithøvundi í sambandi við eina grein, sum lýsir nýggja havstreymin, veit NRK. Tað er eydnast henni at fáa greiðu á, at hvat hendir við Golfstreyminum, sum ferðast norðureftir við heitum sjógvi. Golfstreymurin søkkur niður í djúpan sjógv og ferðast síðani suður eftir framvið Íslandi og Føroyum, har av navnið. Stefanie Semper er høvuðsrithøvundi á einari av tveimum greinum, har hin greinin, sum eisini stendur í náttúruvísindaligum tíðarriti, hevur funnið kelduna til nýggja streymin. Havstreymurin byrjar beint við Eysturgrønland. Tað er orsøk til at óttast. Um havstreymurin, sum gongur norðureftir verður ávirkaður, soleiðis at hann ferðast spakuligari enn fyrr, so fær tað stóran týdning fyri umhvørvið. Vit vita, at um streymurin steðgar upp, verður nógv kaldari. Tað gongur skeivan vegin í Danmark. Nýggjastu tølini hjá Statens Serum Institut vísa, at 945 eru smittað við COVID 19. Til samanberingar er eingin smittaður á triðja dagi í Føroyum og tamarhald er á støðuni. Danska stjórnin helt tíðindafund fríggjadagin í eini roynd at steðga spjaðingini av smittuni við eini røð av tiltøkum. M.a. skulu øll skeinkistøð steingja klokkan 22. Krøv eru til at fólk skulu brúka maskur. Børn ung Christian Beder Jónsson, Kaja Poulsdóttir Toftegaard, Silvia á Bergi Mikkelsen, Milja Ørvarsdóttir Jacobsen, Ronja Poulsdóttir Toftegaard. Allan K Jepsen er nýggjur høvuðsvenjari hjá NSÍ. Allan er 43 ára gamal, og hevur nógvar royndir sum leikari, hann hevur spælt í Danmark, Týsklandi, Hollandi, Svøríki og Scotlandi á hægsta støði. Allan passar inn í framtíðarætlanina hjá NSÍ, har hann kemur at arbeiða í felaginum fulla tíð. Hann kemur at hava høvuðsuppgávuna av besta liðnum, umframt at Allan verður sjónligur í felaginum, sigur felagið í fráboðan. Felagið fegnast um, at NSÍ hevur funnið rættan venjara til felagið, ein venjari sum vil vinna, ein venjari sum vil arbeiða við einari langíðarætlan, og málið er heilt greitt at vinna FM. Allan byrjar í starvinum beinavegin, og hevur sáttmálað til og við 2022. Harumenn máttu djúpt niður í lumman, tá haruhagarnir í Kvívík vórðu seldir í gjár, skrivar Vágaportalurin. Fýra haruhagar í Kvívík vórðu seldir fyri tilsamans 129.000 krónur, sum er væl meira enn í fjør. Norðihagi varð seldur fyri 31.000 krónur, Gásafelli fyri 38.000 krónur, Fjallið fyri 37.000 og Presthagi ella Frammihagi fyri 23.000 krónur. Ein av orsøkunum til, at hagarnir í Kvívík í ár fóru fyri so nógv, kann vera, at tað er nógv hara at síggja, og at harumenn eru spentir, sambært Vágaportalinum. Tvey fólk, sum eru á veg til Íslands við Norr nu, hava fingið staðfest COVID 19. Tað váttar Rúni Vang Poulsen, stjóri í Smyril Line, fyri útvarpinum. Tað var í samband við kanningar av ferðafólkunum, at royndirnar vístu, at tvey ferðafólk hava smittuna. Ferðafólkini og hini fólkini, fólkini ferðast saman við eru avbyrgd, sigur Rúni Vang Poulsen. Tey smittaðu ferðafólkini halda ferðina fram til Íslands sum ætlað. Tá fólkini koma til Íslands gera myndugleikarnir í landinum har av, hvat síðani skal henda. Lewis Hamilton vann eisini portugisiska grand prixið. Sigurin er søguligur, tí við sigrinum er Lewis Hamilton mest vinnandi rasarakoyrari nakrantíð. Áðrenn Lewis Hamilton var týski rasarakoyrarin, Michael Schumacher, mest vinnandi koyrarin við 91 sigrum. Við sigrinum í Portugal hevur Lewis Hamilton vunnið 92 Formula 1 sigrar. Børn ung Christian Beder Jónsson, Kaja Poulsdóttir Toftegaard, Silvia á Bergi Mikkelsen, Milja Ørvarsdóttir Jacobsen, Ronja Poulsdóttir Toftegaard. Løgreglan hevur fingið eina fráboðan, síðani løgreglan í morgun heitti á fólk um at siga frá, høvdu tey verið vitni til ein harðskapstilburð í Havn tíðliga leygarmorgunin. Tað var um trý tíðina leygarmorgunin, at løgreglan fekk fráboðan um, at ein maður hevði verið fyri harðskapi, tá hann var avdottin í Steinatúni í Havn. Enn er ov tíðliga at siga, um vitnið, sum hevur vent sær til løgregluna eftir at áheitanin fór út í morgun, veit ella kann hava sæð okkurt, sum kann hava týdning fyri málið, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn Vitni, løgreglan tosaði við í gjár, søgdu, at maðurin varð sparkaður í andlitið, men løgreglan stendur sum so á berum eftir álopið. Maðurin, sum er í 20 unum, hevur fingið skaða í andlitið og hevur tað annars toluligt eftir umstøðunum eftir álopið. Løgreglan veit framvegis ikki, hvørjir teir tríggir menninir, ið sigast at hava lopið á mannin, eru, og tí sóknast løgreglan eftir vitnum til harðskapstilburðin. Løgreglan vil tí fegin frætta frá fólki, sum kunnu hava sæð okkurt, ið kann hava týdning fyri at loysa málið, sigur vakthavandi á Politistøðini í Havn. Smittutølini í USA vaksa við miklari ferð í løtuni. Fríggjadagin vórðu 83.757 nýggir COVID 19 tilburðir skrásettir í USA, og ongantíð fyrr eru so nógvir nýggir tilburðir skrásettir eftir einum samdøgri. Og í gjár, var talið næstan líka so stórt, tá 83.718 nýggir tilburðir vórðu staðfestir í USA, skrivar amerikanska sjónvarpsstøðin, CNN, á netinum. Serfrøðingar hava frammanundan ávarað um, at tað fóru at koma nógvir nýggir tilburðir í landinum í heyst, og serfrøðingarnir halda, at støðan fer at gerast enn verri. Ringast stendur til í New York, har 33.400 fólk higartil eru deyð av COVID 19, vísa tøl hjá Johns Hopkins University, sum fylgir smittugongdini. Væntandi fara tølini á deyðum at vaksa komandi tríggjar fýra vikurnar, sigur Michael Osterholm, deildarstjóri hjá Center for Disease Control á universitetinum í Minnesota, við CNN. Ein av orsøkunum til, at talið veksur so skjótt í løtuni er, at tað gerst kaldari í veðrinum, og at fólk tí í størri mun savnast innandura, har tað er lættari at smitta onnur, siga heilsumyndugleikarnir. Forsetin, Donald Trump, hevur roynt at kyrra fólk, samstundis sum tølini fyri landið fortelja eina aðra søgu. Í minst 35 statum vóru smittutølini í síðstu viku størri enn tey vóru vikuna frammanundan, sambært CNN. Wales Føroyar, 4 0 Rodney Parade 1 0 Helen Ward, 34 minuttir 2 0 Natasha Harding, 59 minuttir 3 0 Natasha Harding, 62 minuttir 4 0 Lily Woodham, 68 min. Trump hevur rætt í, at ein koppseting helst er ment áðrenn hetta árið er runnið, men tað gongur ein tíð áðrenn koppsetingin fer út til fólk. Tað sigur læknin, Anthony Fauci, sum er ein av fremstu heilsuráðgevunum hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, í samrøðu við BBC. Tá vit tosa um, at ein stórur partur av øllum fólkunum í landinum skal koppsetast, so eru vit mest sannlíkt komin inn í annan ella triðja ársfjórðing í 2021, sigur Anthony Fauci í samrøðuni. Sostatt er læknin ikki samdur í tí, sum Trump róði framundir í sjónvarpskjaki í síðstu viku. Í samrøðuni við BBC tók læknin eisini frástøðu frá tí, sum Trump hevur sagt um, at hann er vorðin immunur eftir at hava verið smittaður. Bæði Donald Trump og Joe Biden, ið stilla upp til forsetavalið, hava báðir lovað, at koppsetingin verður ókeypis fyri allar amerikanarar, so skjótt, hon er klár. USA er tað landið í heiminum, sum er harðast rakt av koronusmittuni. Nú eru stívliga 225.000 fólk í USA deyð av smittuni sambært Johns Hopkins University. Landsstýrismenninir Jacob Vestergaard og Jenis av Rana hava biðið um ráðførslurnar, Jacob Vestergaard um rammusáttmála um fiskiskap við Bretland, og Jenis av Rana um felagsyvirlýsing millum Føroyar og sambandsríkið Amerika. Uppskotið um rammusáttmála um fiskiskap við Bretland er liðugt. Síðani skal rammusáttmálin skrivast undir, og so skal hann til góðkenningar í løgtinginum og í parlamentinum í London. Tá rammusáttmálin er góðkendur, skulu londini samráðast um, hvussu nógv, tey sleppa at fiska hvørt hjá øðrum. Jenis av Rana hitti amerikanska uttanríkisráðharrin, Mike Pompeo, í summar. Tá vildi Mike Pompeo hava føroyingar at lata upp sendistovu í USA. Fundurin í Uttanlandsnevndini byrjar klokkan eitt korter til tíggju í morgin. Í løtuni verða valfrí skeið í týðing boðin teimum, sum lesa føroyskt. Tað er svarið, sum Hanna Jensen, løgtingskvinna, hevur fingið frá Jenisi av Rana, landsstýrismanni. Hon spurdi, um ein týðaraútbúgving er á veg. Í svarinum, sum Jenis av Rana hevur fingið frá Fróðskaparsetrinum, stendur, at ein rættilig útbúgving í týðing hevði sannlíkt verið skipað sum ein MA útbúgving og ella sum eitt hjánám. Upptøkukravið hevði verið ein BA útbúgving í máli, antin føroyskum ella fremmandamáli, sum útbúgvingin í týðing so bygdi á ella var framhald av. Møguliga hevði eisini verið skipað fyri upptøkuroynd. Dentur er lagdur á skeið í týðingarfrøði, skeið í føroyskum máli, knýtt í týðing og skeið í bókmentum og mentanarsøgu. Føroyamálsdeildin er før fyri at byrja ein slíka útbúgving, sum hevði kostað eina millión og 40.000 krónur. Tætt samstarv eigur at vera millum arbeiðsgevarar, fakfeløg og almennar stovnar, sum í dag arbeiða við fólkum, sum hava tørv á ella vilja menna seg og fáa sínar førleikar dagførdar. Vaksin og tilkomin hava møguleika longu nú at taka útbúgving og førleikamenna seg í vinnuskúlunum og miðnámsskúlunum og á Fróðskaparsetrinum. Lógin um førleikameting frá 2014 og kunngerðin frá 2018 geva vaksnum møguleikan at fáa sær prógv í yrkinum, tey eru í, og verða førleikamett, so útbúgvingartíðin hjá teimum styttist. Streymurin verður góður hesa vikuna, og veðrið verður eisini hampuligt. Tí roknar Fiskamarknaðurin við nakað av útróðri. Bátarnir fáa mest av hýsu og so toski. Tvey garnaskip fiska svartkalva, og fiskiskapurin er smáligur. Eitt fiskar havtasku og hevur brúkiligan fiskiskap, sigur Fiskamarknaðurin í meting fyri hesa vikuna. Føroyingar vóru ikki heilt ófyrireikaðir til nýggju tíðina, eftir at landið var loyst úr ymsum einaveldisbondum miðskeiðis í 19. øld. Og donsku amtmennirnir høvdu lagt lunnar undir týdningarmiklar partar av hesu menning, skrivar Erling Isholm, søgufrøðingur, í nýggjari bók. Erling vitjaði í útvarpsstovuna. Ólavur Jøkladal er nýggjur formaður í Leiklistaráðnum. Hann trínir harvið inn í eitt sjónleikarumhvørvi, sum er í opnum stríði, tí ein leiklistafylking boykottar Tjóðpallin. Ein av hansara fyrstu uppgávum verður at loysa ta ósemjuna. Men vit fritta eisini um lovaða tjóðleikhúsið, har okkurt nýtt er at frætta. Og so er tað fríggjadagur, og tað merkir, at vit fáa tað vikuliga prikið frá Jákupi Veyhe. Amerikanska uttanríkisráðið hevur góðkent sølu av vápnum til Taiwan, og tað eru feløgini Lockheed Martin, Boeing og Raytheon, sum fyribils verða rakt av revsitiltøkum. Kina hevur í fleiri ár ætlað at hertikið Taiwan, og er ímóti øllum diplomatiskum og handilsligum sambondum, sum lond hava við Taiwan. Hann sigur, at ljóðbókatænastan hjá Landsbókasavninum er við at leggja síðstu hond á eina tíðarhóskandi ljóðbókaskipan, sum verður á netinum. Umhvørvismálaráðharrarnir í ES komu fríggjadagin ásamt um, at málið hjá ES, um at samveldið skal raka eitt nettonull í útláti í 2050, skal verða bindandi fyri londini í ES. Fyri at raka eitt nettonull í útláti, skal alt mannaelvt útlát javnvigast við, at líka nógv verður tikið úr luftini, millum annað við at endurskapa skógir. Semjan frá fríggjadegnum hevur við sær, at lond og vinnulív í Evropa skulu næstu árini brúka hundrað tals milliardir evrur at minka útlátið næstu árini. Semjan gevur eisini Brússel heimild at krevja av londunum, at tey raka málið, og heimild at revsa tey, ið ikki gera neyðugu átøkini. Í løtuni er málið yvirskipað fyri alt samveldið, men ein meirluri í ES tinginum er fyri at broyta málið, so tað verður galdandi fyri hvørt einstakt land. Eydnast hon væl, og myndugleikarnir góðkenna tríkiljuna, verður Erla Kongsdóttir yvirtikin í morgin, sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandfaraskipum landsins. Í frágreiðigini, sum er gjørd um norðurlendsku kanningina, eru átøk nevnd, sum kunnu minka plastdálkingina nógv, heili 75 prosent. Eitt uppskot er at nýta tráðleysa, elektroniska útgerð til spreingingarnar, heldur enn at leggja leiðingar. Hjálmar Hátun, havfrøðingur á Havstovuni, sigur, at nýggja útgreiningin hevur týdning, serliga fyri arbeiðið at fylgja við veðurlagsbroytingum. Undantaksstøða er lýst í Spania, og stjórnin hevur lýst útgongubann frá klokkan 11 á kvøldi, til klokkan seks á morgni. Tiltøkini komu í gildi í gjárkvøldið. Pedro Sanchez, forsætisráðharri, sigur, at nýggju reglurnir eru galdandi í 15 dagar, men ætlanin er at leingja tær, so undantaksstøðan verður galdandi í seks mánaðir. Fleiri enn ein milliónir tilburðir eru staðfestir í Spania, síðani korona smittan fór at ganga, og fleiri enn 35.000 fólk eru deyð. Føroyingar vóru ikki heilt ófyrireikaðir til nýggjar vinnuligar avbjóðingar, tá landið varð loyst úr ymsum einaveldisbondum miðskeiðis í 19. øld. Og donsku amtmennirnir høvdu lagt lunnar undir týdningarmiklar partar av hesu menning, skrivar Erling Isholm, søgufrøðingur, í nýggjari bók. Børn og ung, sum eru sett heiman, fáa nú meira í lummapeningi. Tað hevur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, avgjørt. Upphæddin hækkar líðandi eftir aldri, og til børn og ung, sum eru eldri enn 16 ár, hækkar upphæddin úr 227 krónum upp í 275 krónur um vikuna. Helgi Winther Olsen vann bæði Cross Country og Criterium kappingina, tá kappast varð um føroyameistaraheitið í fjallasúkkling um vikuskiftið. Leygardagin vann sterki súkklarin á Hilmari Hansen og Dáva Magnussen á gøtunum framvið Oyggjarvegnum, har súkklað varð í 90 minuttir. Dagin eftir var hann aftur skjótastur á gøtunum við Eiðrargarð, har súkklað varð í 30 minuttir. Eisini har royndi Hilmar Hansen at fylgja við, men mátti sleppa so líðandi. Elsa og Birita vunnu hjá kvinnunum Elsa Berg var einasta kvinnan, sum tók lut í Cross Country kappingini leygardagin, so hon vann uttan kapping frá øðrum við tíðini 1 38 55. Dagin eftir var Elsa Berg ikki við, men tað vóru Birita Poulsen og Anna Sofía Zachariassen. Av teimum báðum var Birita Poulsen hin stinnara og vann eisini sannførandi. Orsøkin er helst, at útlendsku arbeiðsfólkini eru sloppin undan at vera í sóttarhaldi í 10 dagar, fyri at halda gongd í ídnaðinum. Nú verður tann reglan eftir øllum at døma strikað, samstundis sum útlendsku arbeiðsfólkini skulu hava sítt egna kamar, og tey skulu kannast triðja hvønn dag fyri koronu. Myndugleikarnir upplýsa, at seinastu tíðina eru 200 sjúkir útlendingar komnir til Noregs at arbeiða, og umleið helvtin av teimum eru úr Póllandi. Sjúku fólkini hava síðani smittað onnur á fleiri stórum arbeiðsplássum. Umboð fyri vinnuna siga seg verða í iva um herdu krøvini, sum myndugleikarnir arbeiða við, og vandi er fyri, at nógv arbeiðspláss verða noydd at lata aftur, sigur Ole Erik Almlid, umboð fyri vinnuna. Yvirlit yvir kommunuval, ið hava verið løgd út á heimasíðuna hjá Kringvarpinum gjøgnum tíðina. Úrslitini eru í høvuðsheitum løgd út soleiðis sum skipanirnar hava gjørt tey tá, tað vil siga einkultu úrslitini síggja eitt sindur ymisk út. Um tú dettir um okkurt, ið átti at havt verið gjørt øðrvísi, send eini boð til KT. Hann heitti í røðuni á heimsins lond um at stuðla hvørtannað í stríðnum ímóti koronusmittuni, og at tey ríku londini hjálpa teimum fátæku londunum, so øll koma burtur úr kreppuni. Eingin kann kenna seg tryggan ímóti covid 19. Eingin er tryggur fyrr enn øll eru trygg. Hóast summi koma fyri seg aftur eftir sjúkuna í egnum landi, so eru tey fangar innan fyri markið, til sjúkan er bast allastaðni, segði týski forsetin, Frank Walter Steinmeier, tá hann setti heilsuráðstevnuna, skrivar NTB. Niðurstøðan hjá teimum var, at sterkur politiskur vilji er í Íslandi fyri at halda fram við samstarvinum um tiltøk móti hvítting og at figgja yvirgang. Ísland kom í fjør heyst á gráa listan, og tá vísti FATF frágreiðingin í 2018 á 51 ábøtur, sum skuldu gerast, og setast í verk í Íslandi. Síðani hava løgmálaráðið og fíggjar og búskaparmálaráðið arbeitt við ábótum saman við íslendska fíggjareftirlitinum, ríkisløgregluni, skattavaldinum og tollvaldinum. Eitt nú skuldi nýggj skipan setast í verk, sum varskógvar løgregludeildina fyri fíggjarlig brostverk í sambandi við løgnan peningaflutning. Snorri Olsen, leiðari fyri RSK, sum er íslendska skattavaldið, sigur við RÚV, at tað fer at hava jaliga ávirkan beinanvegin, at Ísland nú er tikið av listanum. Nú er ikki longur neyðugt at stúra fyri altjóða handli við Ísland, ella at hava eyka eftirlit og avmarkingar, sigur stjórin fyri íslendska skattavaldið við RÚV. Fýra føroyingar eru tilnevndir til virðislønirnar, sum verða handaðar í annaðkvøld, týskvøldið 27. oktober. Tey eru Oddfríður Marni Rasmussen, Rakel Helmsdal, Jens Kjeld Jensen og Janus Rasmussen. Vit ringja til Janus, sum er staddur í Reykjavík, og fáa vitjan av Rakel, Oddfríði og Jens Kjeld í útvarpsstovuni. Hvørji norðurlendsk bókaverk eru innstillað til bókmentavirðislønina í ár. Tað fer Bergur Djurhuus Hansen, lektara í bókmentum, at siga okkum eitt sindur um. Ólavur Jøkladal er nýggjur formaður í Leiklistaráðnum, og sum slíkur hevur hann sæti í bygginevndini fyri tjóðleikhúsið, sum so nógv hevur verið tosað um. Nýggi formaður í Leiklistaráðnum sigur, at stutt eftir mánaðarskiftið verður ein dagførd byggiskrá fyri lovaða tjóðleikhúsið almannakunngjørd, og síðan verður ein kapping um staðseting útskrivað fyri, hvar tjóðleikhúsið skal vera. Sum nýggjur formaður í Leiklistaráðnum hevur Ólavur Jøkladal eisini sett sær fyri at fáa semju á leiklistaøkinum, sum í løtuni er í kreppu, tí Leiklistafylkingin boykottar Tjóðpall Føroya. Ólavur Jøkladal fer at gera sítt til at fáa partarnar at tosa saman aftur og finna semju, sigur hann, men er ikki meira ítøkiligur í løtuni. Inga Simonsen, sum er uppvaksin í Mattalág, gongur við okkum í Kinabrekkuni og yviri í Mattalág og sigur frá ymiskum minnum og søgum. Sum smágenta hoyggjaði hon og børnini spældu í Prestlág, sum nú er ein vøkur viðarlund. Hon greiðir eisini millum annað frá urtagarðinum Bines Kilde, sum hevði eina serliga søgu. Hann er ikki til meira. Djóni Andreasen býr framvegis í barnaheiminum í Kinabrekkuni har hann eisini er føddur. Foreldrini hjá Djóna keyptu húsini frá Dánjali Danielsen, sum vanliga varð nevndur Dollin. Hann fór til Afrika sum trúboðari fyri Brøðrasamkomuna og Óli Jacobsen hevur skrivað bók um hann. Djóni sigur, at navnið Kinabrekkan kom við Christian Clementsen, vanliga nevndur Kissa í Kina. Hann kom úr Kina úti á Reyni og flutti út higar. Og navnið Kina úti á Reyni kom, tá onkur var og vitjaði har og mundi dottið tá viðkomandi kom inn um gáttina. Nú mundi tú endað í Kina , segði onkur og soleiðis kom navnið. Johannes Jensen og Anna Dahl búga á Landavegi 65. Staðarnavnið er í Grið og í dag eru tey nærum ein partur av viðarlundini í Prestlág. Hetta eru ættarhús hjá Johannesi og hann var nógv hjá ommuni og abbanum í uppvøkstrinum. Tí hevur hann serligar kenslur fyri húsunum og ivaðist ikki tá møguleiki var at keypa tey. Skrokkurin er tann sami og gamla laðaða grundin setur sín serliga dám á í kjallaranum. Í ovaru hæddini setir tann ráði betongmúrurin eisini ein serligan dám á. Annars er alt gjørt av nýggjum innan. Støddin á húsunum er tann sama, men har hjallurin var á endanum, hava Anna og Johannes gjørt eitt kamar. Dia og Jónveig Arge búgva í barnaheiminum hjá Dia í Mattalág, á Mattarlágarvegi 4. Langabbin bygdi húsini og her eru bæði Dia sjálvur, mamman og abbin fødd. Dia er fróðarmaður og veit nógvar søgur frá forfedrunum, og í húsunum er ein hópur av gomlum lutum. Einir 2.000 fermetrar eru eftir av trøðni í Mattalág, og her hava Jónveig og Dia bæði heimaseyð, dunnur og hønur og tað dámar teimum sera væl. EB Streymur TB, 3 2 við Margáir 0 1 Mark Kongstedt, 22 minuttir 1 1 Petur Zachariasen, 36 minuttir 2 1 Bárður Olsen, 44 minuttir 2 2 Samudeen Musah, 71 minuttir 3 2 Símun Sólheim, 88 min. AB HB, 2 3 inni í Vika 0 1 Øssur Dalbúð, 27 minuttir 0 2 Hilmar Leon Jakobsen, 33 minuttir 1 2 Bjarki Nielsen, 48 minuttir 2 2 Leivur Fossdal Guttesen, 72 minuttir 2 3 Hilmar Leon Jakobsen, 90 1 NSÍ Víkingur, 3 2 við Løkin 1 0 Jóhan Troest Davidsen, 11 minuttir 1 1 Sølvi Vatnhamar, 51 minuttir br. 2 1 Petur Knudsen, 60 minuttir 2 2 Sølvi Vatnhamar, 69 minuttir br. 3 2 Rógvi Egilstoft Nielsen, 79 min. Vit taka okkum aftur, og gera ikki meira fyribils, fyrr enn annar ella báðir partar senda boð eftir okkum, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður. Vit taka okkum aftur, og gera ikki meira fyribils, fyrr enn annar ella báðir partar senda boð eftir okkum, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður. KÍ ÍF, 4 1 við Djúpumýru 0 1 Sjúrður Pauli Nielsen, 8 minuttir 1 1 Páll Klettskarð, 52 minuttir 2 1 Jóannes Bjartalíð, 62 minuttir br. 3 1 Páll Klettskarð, 75 minuttir 4 1 Ole Erik Midtskogen, 77 min. Farsóttarnevndin hevur sagt Heilsumálaráðnum, at tey vilja hava størri tryggleika í kanningarúrslitunum, nú Heilsumálaráðið samráðist við Thetis um at leingja verandi avtalu. Uppskotið er nú liðugt, og beint fyri døgurða í dag fer Jenis av Rana, landsstýrismaður, at ráðføra seg við Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum um felagsyvirlýsing millum Føroyar og sambandsríkið Amerika. Hugskotið um samstarvsavtaluna er føroyskt, og tá amerikanska sendikvinnan í Danmark, Carla Sands, var í Føroyum í juni, nevndi Jenis av Rana hugskotið. Carla Sands tók undir við hugskotnum, og seinni í summar, tá Jenis av Rana hitti amerikanska uttanríkisráðharrin, Mike Pompeo, í Keypmannahavn, tók eisini hann undir við hugskotinum um eina samstarvsavtalu á politiskum stigi. Nú er so gjørt eitt samstarvsskjal um øll hugsandi øki, sum Jenis av Rana tekur til. Og 12. november kemur ein amerikanskur varauttanríkisráðharri til Føroya at undirskriva skjalið. Sambært stýriskipanarlógini skal landsstýrið ráðføra seg við Uttanlandsnevndina, áðrenn avgerðir verða tiknar, sum hava stóran uttanlandspolitiskan týdning. Ein meiriluti í Senatinum í USA hevur í nátt okkara tíð atkvøtt ja til, at 48 ára gamla Amy Coney Barrett verður nýggjur hægstarættardómari í USA, skrivar Ritzau. Stutt frammanundan hevði eitt fleirtal í Senatinum atkvøtt fyri Barrett. Hon tekur við embætinum eftir ta liberalu Ruth Bader Ginsburg, sum doyði í september. Amy Coney Barrett er praktiserandi katolikkur, og nógv kjak hevur verið í USA eftir at tað kom fram, at Barrett fór at verða innsett í embætið. Barrett hevur áður sagt, at hon ynskir at herða vápnalógina í USA. Hon hevur eisini gjørt vart við, at fosturtøkulógin í landinum skuldi verðið herd. Mær hevur dámt væl øll árini. Borgararnir eru allir fittir og fyrikomandi at samstarva við, og eg haldi, at bæði borgararnir, eg eri komin inn til, og teirra avvarðandi hava sett prís upp á tað arbeiðið, eg havi gjørt, sigur Malla Lið Hansen, sum í næstum fyllir 67 ár. Tú hittir nógv fólk, og tað eru ikki øll, ið hava tað líka lætt og gott. Í slíkum førum er torført ikki at taka arbeiðið heim við, sigur Malla Lið Hansen, og leggur afturat Tað er hart kropsligt arbeiði, men so avgjørt eisini tungt sálarliga, tí tú hittir so nógvar ymiskar lagnur, sigur Malla Lið Hansen. Okkum dámar væl at ganga túrar og at ferðast, so tað fari eg at brúka tíð upp á, nú eg ikki skal til arbeiðis, sigur Malla Lið Hansen. Høvuðsorsøkin er, sigur Sunda kommuna, at atkomuviðurskiftini í Hvalvíkar skúla, har sum valstaðið hevur verið, eru ikki nóg góð, tí har eru sera nógvar trappur. Gingið verður inn omanfyri í ítróttahúsið við Margáir og atkomuligt er við koyristóli. Valstaðið í ítróttahúsinum við Margáir er fyri veljarar í Hvalvík, Streymnesi og Saksun. Talan er um 326 bilar, sum skulu tryggjast frá 1. november í ár til 31. desember 2022. Møguleiki er at leingja sáttmálan í eitt ár. Hann spyr millum annað, um Helgi Abrahamsen veit um streymprísirnar í Danmark, har sum framleiðsla og net eru skild sundur, og ein liberalisering er gjørd. Johan Dahl sigur, at hann spyr, so sjónarmiðini hjá fleiri viðkomandi pørtum kunnu koma við í arbeiðinum hjá landsstýrismanninum við einari nýggjari skipan á elorkuøkinum. Á tingfundinum, sum verður í dag klokkan 13.00, fer tingið endaliga at samtykkja og avgreiða tingmálini um ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð til fólk millum 15 og 35 ár, sum hava angist ella lætt til moderat tunglyndi og um at útseta javningina í almannaveitingum í eitt ár. 70 3 er heitið á hesari heiðurssending fyri Tom Petty. Tað eydnaðist ongantíð at fáa hildið eitt ordiligt ervi fyri Tom Petty, tá hann andaðist 2. oktober 2017, 66 ára gamal. Í tvær og ein hálvan tíma fara Eiler Sørensen og Leitisstein gjøgnum tónlistarligu yrkisleiðina hjá Tom Petty og spæla tónleik av flestu útgávunum hjá honum. Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, ætlar at vitja á Glasi at tosa við leiðsluna, um tey skulu hava eitt tjald ella finna eina aðra loysn til teir mongu lærlingarnar á timburdeildini. Føroyski granskarin, Sigurd Christiansen úr Skálavík, er í síni gransking komin við nýggjari vitan, sum kann nýtast, tá ið veðurlagsforsagnir verða gjørdar. Hjalmar fekk virðislønina fyri bøkurnar Mállæra 1 og 2. Dómsnevndin segði soleiðis í grundgevingum sínum Mállæra 1 og 2 lýsa nútíðarføroyskt. Tær eru skrivaðar við støði í nútímans almennum ástøði um mál og í føroyskari málgransking í hesi øldini. Bøkurnar geva eina góða mynd av føroyskum máli í dag og eru týðandi íkast í mállærubókmentirnar. Hoyrið samrøðu við Hjalmar her Føroya Arbeiðsgevarafelag heitir nú á liminar um at vera tilvitaðir um kynsliga happing á arbeiðsplássinum, og at viðgera mál av slíkum slagi í størsta álvara. Kanning, sum Kringvarpið læt gera, bendir á, at støðan í Føroyum ikki er nógv øðrvísi enn í grannalondunum. Tí er neyðugt, at kynslig happing kemur á dagsskránna, sigur arbeiðsgevarafelagið. Sambært Arbeiðseftirlitinum er meginreglan, at talan er um kynsliga atgerð, tá atgerðin er kynsligur ágangur, sum er óynskt av tí persóni, hon verður framd ímóti. Nógv arbeiðspláss hava eina álitisfólkaskipan ella eina trygdarskipan, og henda skipan eigur at verða brúkt í málum um kynsliga happing. Starvsfólk kunnu til dømis venda sær til álitisfólk ella leiðslan kann taka álitisfólk upp í slík mál. Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir til, at fyribyrging og avleiðing av kynsligari happing verður ein partur av starvsfólkapolitikkinum hjá fyritøkuni. Til ber at hava innanhýsis mannagongdir ella vegleiðingar, sum byrgja fyri slíkum hendingum, og stuðla og hjálpa starvsfólkum, sum uppliva kynsliga happing. Hetta er eitt høvi hjá leiðslum og feløgum at eftirmeta innanhýsis leiðbeiningar og politikk fyri at beina fyri kynsligum atgerðum á arbeiðsplássinum, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag. Hevur hann ikki sent tilfarið víðari, er revsingin fyri at hava tað í varðveitslu eitt árs fongsul, sama hvussu nógv, og hvussu grovt tilfarið er. Maðurin er eisini skuldsettur fyri í tveimum førum at hava tikið myndir av einum barni, meðan tað svav og tí ikki kundi verja seg, sigur Heri Andreasen, leiðari á kanningardeildini hjá løgregluni. Í starvslýsingini stendur millum annað, at sendifólkið millum annað skal umboða føroyskar myndugleikar mótvegis ísraelskum myndugleikum og øðrum sendistovum í Tel Aviv, røkja sambond við ísraelskt vinnulív og mentanarlív, og annars virka fyri at fremja føroysk áhugamál. Við Streymin hava tey fingið nýggjan skúla, men tá ið tey hava tónleik vitja tey aftur í gamla skúla. Tey í 6.flokki dáma væl at hava tónleik. Tey hava Meludia og orkestur, og tey fara at siga frá. Uppskotið um eykajáttan, sum Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur lagt fyri tingið, vísir umleið 129 milliónir krónur í halli. Meginparturin av eykajáttanini fer til Atlantsflog og Vága floghavn. Skotið verður upp, at landið setur 100 milliónir krónur í Atlantsflog og 15 milliónir í Vága floghavn, í kjalarvørrinum av koronukreppuni. Landsstýrið sigur, at koronufarsóttin hevur síðani mars mánaði havt við sær, at ógvuslig minking hevur verið í flogferðsluni kring allan heim, og tað hava Atlantsflog og Vága floghavn eisini merkt. Tí er neyðugt, at landið kemur við kapitalinnskoti í Atlantsflog og Vága floghavn, sigur landsstýrið. Uppskotið um eykajáttan kemur til viðgerðar í tinginum hósdagin. Nicolai Mohr Balle, verkætlanarstjóri í Talgildu Føroyum, segði, verkætlanin hevur tikið fimm ár. Upprunaliga varð mett, at hon fór at kosta 150 milliónir krónur, men av tí at ikki øll fíggingin kom til høldar beinan vegin, hava Talgildu Føroyar higartil havt 127 milliónir krónur at arbeiða við. Almennu stovnarnir eru Akstovan, Almannaverkið, Ílegusavnið, Studni og Taks. Allar tænastur hjá hesum stovnum og Tórshavnar kommunu eru á Vanganum. Tá tú hevur skrásett tín Samleika og ritað inn á Vangan, ber til at søkja um byggiloyvi, lestrarstuðul ella fólkapensjón við at útfylla umsóknarskjal beinleiðis á Vanganum. Á Vanganum ber til at sígga upplýsingar, ið eru skrásettar um teg, og at fáa yvirlit yvir viðurskifti, sum tú hevur við stovnar og kommunur. Á Vanganum ber millum annað til at síggja, hvørjar upplýsingar Landsfólkayvirlitið ella Studni hava um teg. Og eisini fært tú atgongd til títt ættartræ heilt aftur til 1600 talið. Sí myndir, sum Bjarni Árting Rubeksen tók á samkomuni í Norðurlandahúsinum, í sambandi við at Talgildi samleikin verður tikin í nýtslu. Felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum boðar nú frá, at sjúkrarøktarfrøðingarnir á seingjardeildini á Suðuroyar sjúkrahúsi fara í verkfall hósdagin klokkan 15. Seinnapartin hósdagin fara sjúkrarøktarfrøðingarnir á seingjardeildini á A3 og á dagskurði á Landssjúkrahúsinum eisini í verkfall. Tað stendur framvegis í botni í sáttmálatrætuni millum sjúkrarøktarfrøðingarnar og Lønardeildina, og í gjár søgdu semingsmenninir, at teir gera ikki meira fyribils. Í øllum førum er talan um fólk, ið komu loftvegis til Føroya úr øðrum londum. Tey smittaðu eru avbyrgd, og Landslæknin er farin undir at spora smittuna. 494 fólk hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 478 fólk eru frísk aftur, og 16 eru smittað í løtuni. Eingin er innlagdur á sjúkrahús við koronu. Partafelagið Førka hevur fingið undantaksloyvi frá Tórshavnar kommunu til taðing hetta til 1. desember. Undantaksloyvi krevst, tí taðing er bara loyvd frá 15. mars til 15. oktober. Níggju køstar skulu gerast í kommununi til avgassaðu tøðini, sum fara aftur til garðarnar. Kommunan hevur higartil givið byggiloyvi til tveir køstar. Tveir útlendingar, sum búgva í Føroyum, vórðu í morgun steðgaðir á flogvøllinum við 800.000 krónum í reiðum peningi í viðførinum. Tað skrivar TAKS á heimasíðuni. Menninir vóru á veg av landinum, tá Tolleftirlitið steðgaði teimum. Tolleftirlitið legði hald á tær umleið 800.000 krónurnar í reiðum peningi, sum menninir høvdu í viðføri. Valkortini eru send út og valevnini dyrgja eftir teimum síðstu leysu atkvøðunum, nú tað stundar til kommunuval Í alt 29 bý og bygdaráð skulu veljast á valdegnum 10. november, men júst hvat er hetta, sum veljararnir skulu velja Í Breddanum í dag tosa vit við millum annað Hilmar Høgenni, deildarstjóra fyri kommunumál í Umhvørvis og Vinnumálaráðnum, Eyðun Christiansen, stjóra í Kommunufelagnum, Páll Isholm, rektari á Miðnám, Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóra í Vága kommunu og Jóhan Christiansen, borgarstjóra í Eysturkommunu. Luttakarar Hilmar Høgenni, Eyðun Christiansen, Páll Isholm, Eyðdis Hartmann Niclasen og Jóhan Christiansen. Gjørt sendingina hava Hallur av Rana, John Johannesen og Tróndur Olsen. Nevndin í Føroya Tele og nevndin í NET fara at seta eina kanning í verk, sum skal greina, hvussu tað er skilabest at skipa NET frameftir . Bjarni Arnason, ið tók við sum nevndarformaður týsdagin í síðstu viku, hevur seinastu dagarnar umrøtt støðuna saman við stjóranum. Semja er gjørd um, at Jan Ziskasen heldur fram sum samtaksstjóri á Føroya Tele, og at hann tekur sæti í nevndini í NET. Við hesi loysnini fáa vit Føroya Tele trygt víðari við einum stjóra, sum er dugnaligur, framsøkin og væl lýddur. Samstundis tryggja vit neutralitet í NET, umframt at nevndin í Føroya Tele, samtaksstjórin og nevndin í NET eru samd um at kanna viðurskiftini nærri fyri at tryggja málið hjá landsstýrinum um gjøgnumskygni og kapping á fjarskiftisøkinum, sigur Bjarni Arnason, nýggjur nevndarformaður í Føroya Tele. Eg eri fegin um semjuna, ið nevndin og eg eru komin fram til. Nú hyggja vit frameftir og halda á við arbeiðinum at vera millum heimsins fremstu innan fjarskifti til frama fyri allar føroyingar, sigur Jan Ziskasen. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur givið nevndini í Føroya Tele og nevndini í NET ein greiðan arbeiðssetning. Landsstýrismaðurin hevur heitt á nevndirnar um at kanna nærri, hvussu ein full, ognarlig sundurskiljing fer at ávirka fjarskiftismarknaðin, og hvørjar fyrimunir og vansar ein sundurskiljing hevur fyri Føroya Tele samtakið. Kanningin skal eisini lýsa, um tað finnast aðrar leiðir at røkka fullum gjøgnumskygni og fríari og javnari kapping á fjarskiftismarknaðinum. Bjarni Arnason sigur, at nevndin í næstum fer at viðgera nærri, hvussu ein óheft kanning skal setast í verk, og at nú hava Føroya Tele og starvsfólkini í samtakinum uppiborið tryggleika og arbeiðsfrið. Føroya Tele er eitt sera spennandi samtak við dugnaligum starvsfólkum, og her liggja spennandi uppgávur og avbjóðingar fyri framman. Nú fara vit at hugsavna okkum um dagliga virksemið og allar menningarmøguleikarnar, sum samtakið hevur, sigur nýggi nevndarformaðurin í Føroya Tele. Ídag byrjar eitt nýtt kapittul í Føroya søgu, tá føroyska talgilda undirstøðukervið verður klárt at taka í nýtslu hjá øllum føroyingum. Umsíðir fáa føroyingar sín egna talgilda samleika og við honum atgongd til nýggja tænastuportalin, ið savnar alskyns tænastur á einum stað. Samleikin er talgild innritan og undirskrift, ið lýkur altjóða krøv um talgildar samleikar. Vangin er nýggjur tænastuportalur, har føroyingar kunnu avgreiða síni egnu persónligu viðurskifti tryggari, lættari og skjótari. Hoyr samrøðu við Hans Paula Henryson, stjóra á Suðuroyar sjúkrahúsi, og Margit Stórá, varastjóra á Landssjúkrahúsinum, í Dagur og Viku. Heldur skal nevndin nú kanna, hvussu kapping kann tryggjast millum allar kundar hjá felagnum NET. Sí innslag og samrøðu við Bjarna Arnason, nýggja nevndarformannin í Føroya Tele her. Tað er ein fyrimunur fyri vanliga føroyingin, at hetta undirstøðukervið nú gerst talgilt, heldur Nicolai Balle, verkætlanarstjóri. Spurningurin um bólkakanningar av koronatestum var ikki umrøddur fyrr enn fyri kortum. Og Marita Debess Magnussen heldur, at Thetis á ongan hátt hevur hildið hesum upplýsingunum aftur. norsk røð frá 2020 Jenny fer til Keypmannahavnar at fáa greiðu á nýggjastu rákunum. Hvussu vita stílráðgevar, hvat verður tað nýggja í mótamyndini norsk medisinsk kunnleikakapping frá 2019 Hvat bagir er ein kapping í medisinskum kunnleika, har royndir læknar kappast við vanlig fólk um at finna fram til eina sjúkuavgerð hjá sjúklingum, sum koma í sjónvarpsstovuna. norsk medisinsk kunnleikakapping frá 2019 Hvat bagir er ein kapping, har tvey lið kappast um, hvør fyrst kemur fram til eina sjúkuavgerð hjá veruligum sjúklingum í sjónvarpsstovuni. norsk medisinsk kunnleikakapping frá 2019 Hvat bagir er ein kapping í medisinskum kunnleika, har tvey lið kappast um at gera av sjúku hjá sjúklingum, sum koma í sjónvarpsstovuna. norsk røð frá 2020 Live Nelvik og Jenny koma til Oslo Fushion mótaviku í Oslo. Tey brúka triks úr Keypmannahavn fyri at fáa bolero fram í mótamyndina aftur. norsk medisinsk kunnleikakapping frá 2019 Hvat bagir er ein kapping í medisinskum kunnleika, har royndir læknar kappast við vanlig fólk um at finna fram til eina sjúkuavgerð hjá sjúklingum, sum koma í sjónvarpsstovuna. Hvat bagir er ein kapping í medisinskum kunnleika, har royndir læknar kappast við vanlig fólk um at finna fram til eina sjúkuavgerð hjá sjúklingum, sum koma í sjónvarpsstovuna. Hvat bagir er ein kapping í medisinskum kunnleika, har royndir læknar kappast við vanlig fólk um at finna fram til eina sjúkuavgerð hjá sjúklingum, sum koma í sjónvarpsstovuna. Hvat bagir er ein kapping í medisinskum kunnleika, har royndir læknar kappast við vanlig fólk um at finna fram til eina sjúkuavgerð hjá sjúklingum, sum koma í sjónvarpsstovuna. Hvat bagir er ein kapping í medisinskum kunnleika, har royndir læknar kappast við vanlig fólk um at finna fram til eina sjúkuavgerð hjá sjúklingum, sum koma í sjónvarpsstovuna. Jens Kjeld Jensen vann virðislønina fyri at vera ein fyrimyndarlig eldsál, sum í yvir 40 ár hevur varpað ljós á margfeldi í føroysku náttúruni. Dómsnevndin hevði heft seg við, at Jens Kjeld Jensen hevur skrivað fimm bøkur og yvir 500 greinar um margfeldi í føroysku náttúruni. Og at hann saman við náttúrufrøðingur kring heimin hevur eyðmerkt 350 nýggj sløg í Føroyum. Jens Kjeld Jensen takka Norðurlandaráðnum so miriliga fyri heiðurin, men fyrst og fremst mátti hann takka konuni, sum millum annað rekur heimasíðuni hjá teimum, ið er sera týðandi fyri útbreiðsluna av greinunum, sum tey skriva. Jens Kjeld Jensen takkaði eisini føroyingum fyri allan stuðulin og hjálpina, ið hann hevur fingið millum ár og dag. Tað hevði ikki borið til uttan hana, segði Jens Kjeld Hinir føroyingarnir, sum vóru innstillaðir, vóru Janus Rasmussen fyri tónleikaverkið Vín , Oddfríður Marni Rasmussen fyri skaldasøguna Ikki fyrr enn tá , og Rakel Helmsdal var við í kappingini um at fáa virðislønina fyri barna og undómsbøkur fyri bók hennara Loftar tú mær . Slakar 130 milliónir krónur eru í halli í uppskotinum um eykajáttan, sum kom í løgtingið í gjár. Hallið er 128,8 milliónir krónur. Fyrsta viðgerð verður í morgin. Flestu pengarnir fara til samferðslu. Biðið verður um 100 milliónir krónur til nýggja høvuðskontu hjá partafelagnum Atlantsflogi, kontan eitur kapitalinnskot vegna COVID 19. Sama slag konta hjá Vága floghavn fær 15 milliónir krónur.Og Strandfaraskip landsins fáa fýra milliónir krónur, tí færri ferðafólk gera, at stovnurin missir fýra milliónir krónui frá 1. juli til nýggjárs. Úrslitið hjá felagnum ar 38,2 milliónir dollarar, eftir skatt, skrivar norski miðilin, E24. Orsøkin var kortini ikki, at felagið hevði nógvan flutning í tíðarskeiðinum. Ein partur av yviorskotinum stavaði frá einum skattavinningi sum var góðar 20 milliónir dollarar. Í august gjørdi Icelandair avtalu við Boeing, um endurgjald fyri Max flogførini, sum ikki hava flogið síðani í mars í fjør. Í triðja fjórðingsári inntøkuførdi Icelandair 36 milliónir dollara frá tí avtaluni. Hevði Icelandair ikki fingið avtaluna í lag við Boeing, so hevði felagið havt hall í triðja ársfjórðingi. Ætlanin var, at Icelandair skuldi inntøkuføra allar pengarnar frá Boeing í triðja ársfjórðingi, men tað valdi felagið ikki at gera. Ístaðin ætlar felagið at nýta pengarnar til trý nýggj flogfør frá Boeing av slagnum Max. Hóast úrslitið er gott, so stendur á, og felagið hevur skorið útreiðslurnar inn á bein. Tað fer vónandi at gera, at felagið fer at klára seg næsta ár og inn í 2022, sigur stjórin í Icelandair, Bogi Nils Bogason við E24. Í triðja ársfjórðingi flutti Icelandair 90 prosent færri ferðafólk enn somu tíð í fjør, og inntøkurnar minkaðu við 81 prosentum. Undir kreppuni er farmurin vaksin nógv, og tað fegnast stjórin um. Sjónvarpsrøðin Trom fær nú pengar úr landskassanum. Í uppskotinum um eykajáttanir, sum kom í tingið í gjár, eru fýra milliónir krónur til afturberingarskipanina til filmsgerðir. Verkætlanin Trom kostar 37 milliónir krónur. 16 milliónir skulu brúkast í Føroyum í ár og næsta ár. Afturberingin úr landskassanum er 25 prosent. Sendirøðin byggir á krimisøgurnar hjá Jógvani Isaksen. Jón Hammer er framleiðslustjóri, og Tórfinnur Jákupsson hevur skrivað handritið. Tilsøgnin um afturbering úr føroysku afturberingarskipanini er ein fortreyt fyri, at sjónvarpsrøðin Trom kann verða gjørd í Føroyum, sigur Vinnumálaráðið. Næmingarnir á Glasi, sum skuldu fara námsferð til Fraklands ella Portugals í vár, fáa nú allar pengarnar aftur, sum teir mistu, tá ferðin varð avlýst. Uttanríkis og mentamálaráðið heldur seg hava moralska skyldu at geva næmingunum mista peningin, tí Glasir avlýsti námsferðirnar, og ikki næmingarnir sjálvir. Í februar í fjør fekk Landsverk ábendingar um, at útstoypingar millum betongelement ikki vóru gjørdar eftir krøvunum í verkætlanartilfarinum. Hetta er ein av fortreytunum fyri at fáa endaligt nýtsluloyvi til bygningin frá Tórshavnar kommunu, sigur Uttanríkis og mentamálaráðið. Als fekk 20 milliónir í eykajáttan í vár at brúka til lønarískoyti í juli og august. Men Als brúkti bara 17,1 milliónir, so 2,9 milliónir leypa av. Leygardagin klokkan 11 verður havrannsóknarskipið Jákup Sverri latið eigaranum og doypt á Skála. Tað hevur Fiskimálaráðið fingið at vita. Upprunaliga var ætlanin, at Jákup Sverri skuldi fara í sigling í juni. 25. august varð sagt, at hann bleiv liðugur hálvan september. Kjølurin varð strektur í Litava 17. september í 2018. Skrokkurin kom á Skála 22. september í fjør. Og Mest hevur gjørt skipið liðugt. Frambrotið við nýggju síðuni er, at almenningurin nú kann síggja øll orðaskiftini frá og við ólavsøku í ár sum videobrot á síðuni, eins og at røðaralistin sæst undir orðaskiftinum. Eisini hevur dentur verið lagdur á, at tað skal gerast lættari at leita í verandi og farnum tingmálum og nevndarmálum á hesari síðuni, sigur Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, í tíðindaskrivi. Næsta stig á heimasíðuni verður at finna eina loysn á gomlu orðaskiftunum, sum lutvíst ikki eru tøk, ella ikki hava eina nøktandi góðsku. Í oktober 2018 tók Løgtingið stig til at fara undir at gera eina nýggja kt skipan til Løgtingið, sum fevnir um eina nýggja heimasíðu, eina umsitingarskipan til handfaring av øllum málum, sum koma til viðgerðar í tinginum umframt ein tingmannaglugga, sum verður arbeiðsamboðið hjá einstaka tingmanninum at røkja sítt starv í Løgtinginum. Hesar skipanir eru eisini knýttar at teirri skipanini, sum stýrir arbeiðinum í tingsalinum. Talan er tí um eina stóra og samansetta skipan, sum er gjørd til at nøkta tørvin hjá Løgtinginum. Løgtingsumsitingin hevur brúkt nýggju umsitingarskipanina síðani á ólavsøku í ár. Tingmannagluggin verður tikin í nýtslu í næstum. Síðani verður uppskot til samtyktar lagt fyri løgtingið, men Uttanlandsnevndin hjá løgtinginum tók tó undir við sáttmálanum í gjár. Fólk, sum fara á kommunuval týsdagin 10. november, leggja lítið í, um valevnið, tey atkvøða fyri, er sjómaður ella sakførari. Tað vísir nýggj spurnakanning, spyr.fo hevur gjørt fyri Breddan. Næstan annarhvør veljari í kanningini sigur, at útbúgvingarstigið hjá valevninum hevur als ongan týdning , og bara seks prosent av teimum spurdu siga, útbúgvingin hjá valevninum hevur sera stóran týdning. Aldurin á valevninum hevur heldur ikki tað stóra at siga fyri, hvønn fólk ætla sær at velja á kommunuvalinum. Minni enn seks prosent siga, at aldurin á valevninum hevur sera stóran týdning. Sí øll tey útgreinaðu tølini í spurnakanningini, sum varð gjørd í gjárkvøldið, niðan fyri her. Trýst á teir ymisku stabbarnar fyri neyv tøl. Tølini í grafikkinum eru í prosentum. Løgtingið er biðið um at játta Fiskimálaráðnum 250.000 krónur, tí Vørn hevur havt serútreiðslur í sambandi við, at semja varð gjørd í sakarmálinum móti partafelagnum Driftini í Gøtu og í sakarmálinum Driftin móti Fiskimálaráðnum. Málið er gamalt og er um eina landing hjá Jupiter, sum Driftin átti, í Danmark. Danska fiskiveiðueftirlitið segði, at samsvar var ikki millum tað, sum skipið landaði og segði seg hava av fiski. Hvørja viku vitjar Sverri Steinhólm, prestur, einasta arresthúsið í Føroyum, sum liggur í Mjørkadali. Her hittir hann fólkini, sum sita inni, og hevur samrøður við tey. Tað er ymiskt, hvat vit práta um. Tað kann vera um veður og vind, men eisini um meira privat viðurskifti, sigur Sverri Steinhólm. Eg hugsi ikki nógv um, hvat persónarnir sita inni fyri. Onkuntíð havi eg hoyrt okkurt í miðlunum, ella eisini fortelja persónarnir tað sjálvir fyri mær, sigur Sverri Steinhólm og leggur afturat Hann sigur, at hann altíð hevur havt áhuga fyri náttúruni, men Jens Kjeld fýlist á, at politikararnir sýna náttúruviðurskiftum ov lítlan ans. Seinnapartin varð skipað fyri móttøku í Norðurlandahúsinum fyri Jens Kjeld Jensen. Her eru nakrar myndir, sum Bjarni Árting Rubeksen tók í Norðurlandahúsinum. svensk matrøð frá 2018 Hesa ferð eta tey øll sløg av sjokolátu bæði í formi og smakki. Lisa Lemke kokkur bjóðar vinfólki heim til sín. Saman gera tey mat og geva góð ráð um, hvussu til ber at gerast betri kokkur heima. svensk matrøð frá 2018 Kokkurin Lisa Lemke bjóðar vinfólkum til heimbýin uttan fyri Falkenberg. Saman gera tey mat og geva góð ráð, so tú kanst gerast betri heimakokkur. Hesaferð eru heitir og kaldir rættir á skránni. Fokus verður á gløs og kryddbland millum annað Jan Ziskasen heldur fram sum samtaksstjóri í Føroya Tele, og hann verður eisin nevndarlimur í NETI. Tað boðaði nevndin í Føroya Tele frá eftir nevndarfund í gjár. Nýggi nevndarformaðurin, Bjarnii Arnason, hevur seinastu dagarnar umrøtt støðuna saman við stjóranum, og semja er gjørd um, at Jan Ziskasen heldur fram sum samtaksstjóri og verður nevndarlimur í NETI. svensk matrøð frá 2018 Hesa ferð snýr sendingin seg um tað søta. Lisa og tey kanna, hvør sjokoláta er best. Tey grilla brieost við nøtum og frukt, gera libanesiskt salat og fronsk marengs millum annað Saman gera tey mat og geva góð ráð, so tú kanst gerast betri heimakokkur. Tað verður ongin landsdystur við hondbóltslandsliðnum hjá monnum í høllini á Hálsi 7. november. Báðir dystirnir móti Kekkia, sum annars skuldu spælast 4. og 7. november, eru útsettir, skrivar hsf.fo. Orsøkin er versnandi støðan á evropeiska meginlandinum viðvíkjandi koronuvirusinum. Kekkiska hondbóltssambandið hevur boðað frá, at myndugleikarnir í Kekkia í løtuni ikki loyva fólki at savnast, og tað er heldur ikki loyvt at spæla hondbóltsdystir. Kekkiska kappingin er steðgað fyribils, og spælararnir venja heldur ikki. Eisini vilja hondbóltsfeløg, millum annað úr týsku Bundesliguni, treyðugt loyva kekkisku spælarum sínum at spæla landsdyst. Tí hevur evropeiska hondbóltssambandið, EHF, gjørt av at útseta dystirnar millum Føroyar og Kekkia og aðrar dystir í undankappingini. Tað staðfestir Jan Ziskasen sjálvur, nú hann aftur situr í nevndini í NETI, og hevur tikið av áheitanini frá nevndini um at halda fram sum stjóri í Føroya Tele. Kanningar, sum Maria Skaalum Petersen, leiðari á Depilinum fyri heilsu og almannagransking, og onnur hava gjørt av seinárinum av koronu, vísa, at tað kann taka drúgva tíð at koma seg. VÍF skal gera av, um dysturin millum Neistan og VÍF, sum varð spældur 11. oktober á Hálsi, skal spælast umaftur. Tað hevur aganevndin hjá Hondbóltssambandi Føroya gjørt av. Á pappírinum endaði dysturin við 35 35 javnleiki, men sjónbandaupptøkur staðfestu, at Neistin bert hevði skotið 34 mál í dystinum. Dómaraborðið skrásetti av órøttum eitt mál ov nógv. Tað gjørdu vestmenningar eisini vart við undir dystinum, tá teir løgdu protest og síðan kærdu til Hondbóltssambandið. VÍF hevur fingið til í hósdagin klokkan 15.00 at boða frá, um dysturin skal spælast umaftur ella ikki. Um vestmenningar gera av, at dysturin ikki skal spælast umaftur, fáa liðini eitt stig í part. Aganevndin metir, at ein ikki kann útiloka, at gongdin í seinastu átta minuttunum av dystinum hevði verið annaðleiðis, um rætta støðan framgekk av máltalvuni, og tískil er aganevndin komin til tann úrskurð, at nýggjur dystur skal kann spælast millum liðini, treytað av at VÍF ynskir at leika nýggjan dyst, stendur í úrskurðinum hjá aganevndini. Sigurd Justinussen er 34 ára gamal. Hann hevur nomið sær BA útbúgving á Fróðskaparsetrinum í sosialvísindum og samfelagsplanlegging og MA útbúgving í býarplanlegging og geografi á Roskilde Universiteti í 2016. Sigurd hevur arbeiðsroyndir frá Tórshavnar kommunu og Landsverki, skrivar Nes kommuna. 16 umsóknir vóru til skrivarastarvið. Sigurd Justinussen byrjar í starvinum 16. november. Fleiri enn hálv millión fólk kring allan heimin vórðu smittað av koronu í gjár. Tað er nýtt met, at so nógv eru skrásett at verða smittað í ein dag, skrivar NTB. Tilsamans vórðu 516.898 nýggir tilburðir skrásettir í gjár. Samstundis doyðu 7.723 fólk av koronu í gjár. Tilsamans eru fleiri enn 44 milliónir fólk í øllum heiminum skrásett at hava koronu. Norðurlendsk vika er hesa vikuna, men røkkur kunningin um norðurlendska samstarvið nóg breitt út til almenningin, og hvussu ber tað til at føroyska ynskið um fullan limaskap er so torført at fáa framt Hesar spurningar og aðrar umrøða vit saman við Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni í norðurlendskum samstarvsmálum, og Jaspuri Langgaard og Høgna Hoydal, sum eru umboð løgtingsins í Norðurlandaráðnum. Hvat er ein nordistur , og hvat fáa vit burturúr tí norðurlendska Tað tosa vit við Jákup Sørensen frá NORA og Inga Samuelsen, skrivara í Norønnafelagnum í Føroyum, um. Tað boðar felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum frá í dag. Sjúkrarøktarfrøðingarnir á kommunulæknavaktini fara í verkfall fríggjadagin klokkan 16. Í morgin klokkan 15 herðir felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum verkfallið á Landssjúkrahúsinum, tað er fyri sjúkrarøktarfrøðingar á seingjardeildini á A3 og á dagskurð. Tað er til frama fyri borgaran, um størri javnstøða er millum kynini í eini kommunustýri. Tað sigur Kristina Gry Berg, forkvinna í Demokratia, nú føroyingar skulu velja nýggj kommunustýrir. Men ein nýggj spurnarkanning, sum spyr.fo hevur gjørt fyri Kringvarpið, vísir, at flestu føroyingar taka ikki hædd fyri kyn, aldur, útbúgving ella adressu, tá tey velja til kommunuval. Men hvussu týdningarmikið er tað, at fólkavaldu umboðini í kommunustýrunum kring landið endurspegla ymisku samansetingar í veljaraskaranum Tann spurningin viðgera vit saman við serfrøðingum, fyrrverandi politikarum og øðrum. Luttakarar Kristina Grý Berg, Elin Lindenskov, Rógvi Olavson, Heðin Zachariasen og Jógvan í Skorini. Gjørt sendingina hava Hallur av Rana, John Johannesen og Tróndur Olsen. Í gjár vóru tveir útlendingar, sum búgva í Føroyum, steðgaðir í Vága Floghavn við góðum 100.000 evrum í viðførinum, tað er umleið 800.000 krónur. Tað er nærliggjandi at halda, at talan er um hvítting, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri í TAKS. Sambært tolllógini, hevur tollvaldið eftirlit við tøkum peningi, sum er í sendingum. Tað vil siga, at løgfrøðiligir ella likamligir persónar, sum senda tøkan pening samsvarandi við 10.000 evrur ella meira, skulu boða tollvaldinum frá í seinasta lagi, tá sendingin kemur inn í føroyska tolløkið ella fer úr føroyska tolløkinum. Biðið verður um 100 milliónir krónur til nýggja høvuðskontu hjá partafelagnum Atlantsflogi, kontan eitur kapitalinnskot vegna COVID 19. Sama slag konta hjá Vága floghavn fær 15 milliónir krónur. Og Strandfaraskip landsins fáa fýra milliónir krónur, tí færri ferðafólk gera, at stovnurin missir fýra milliónir krónur frá 1.juli til nýggjárs. Matstøð og skeinkistøð hava fingið boð um at lata aftur, men børnini sleppa í skúla. Tiltøkini í Týsklandi koma í gildi mánadagin. Angela Merkel, samveldiskanslari, sigur, at talan er um strong tiltøk, men tey eru neyðug, tí smittan breiðir seg skjótt, og í 75 prosentum av førunum vita myndugleikarnir ikki hvaðani smittan kemur. Handlar kunnu hava opið, men hvørt fólk skal hava 10 fermetrar av plássi. Angela Merkel segði, at týska heilsuverkið kann fáa trupulleikar, um smittan veksur so skjótt sum nú. Í Fraklandi eru yvir 36.000 fólk smittað seinasta samdøgrið. Har hevur forboð fyri at vera úti um kvøldið og náttina verið galdandi í fleiri av stóru býunum. Tað hevur ikki verið nóg mikið, og tí hevur franski forsetin boðað frá, at allar matstovur og skeinkistøð steingja frá í morgin. Franski forsetin sigur, at hendan aldan av koronu er ógvusligari enn tann fyrra, og fer at krevja meir, skrivar The Guardian. Heimsheilsustovnurin, WHO, sigur,at smittan nú ger mest um seg í Europa, og tí mugu londini taka neyðug stig, fyri at steðga smittuni. Talskvinnan hjá WHO, Margaret Harris, sigur, at nú byrja sjúkrahúsini at fyllast við sjúklingum, og tað er ein keðilig gongd, skrivar BBC. Donald Trump, forseti er við at fóta sær millum veljararnar í Florida, og sambært eini kanning hjá Reuters og Ipsos, stendur næstan á jøvnum ímillum hann og Joe Biden. Reuters og Ipsos hava gjørt kanning ímillum tey sum ætla at velja í seks statum, nú minni enn ein vika er eftir til forsetavalið, sum verður týsdagin. Kanningin vísir, at Biden er frammanfyri við 49 prosentum, ímóti 47 í Florida, so har er munurin lítil. Í Arizona stendur Biden til 48 prosent og Trump til 46 prosent. Samlað fyri alt landið liggur Joe Biden klárt á odda at vinna forsetavalið. Yvir 70 milliónir fólk hava longu greitt atkvøðu, sambært US Election Project, skrivar Ritzau. Ein eldradepil skal byggjast í Kollafirði. Á býráðsfundinum í kvøld skal Tórshavnar býráð taka støðu til eitt uppskot um at játta tvær milliónir krónur næsta ár til byggiskrá og projektering. Sambýlið í Kollafirði er ikki tíðarhóskandi longur, og tað er eisini alt ov lítið. Har eru sjey pláss. Sambært virksemisætlanini, sum varð gjørd í 2017, um eldradepilin skal pláss vera fyri 24 til 30 fólkum. Elveitingareftirlitið í Umhvørvisstovuni hevur álagt SEV at gjalda dótturfelagnum, Vindfelagnum í Húsahaga, sambært prísavtaluni millum Vindfelagið og SEV net. Prísavtalan sigur, at Vindfelagið ikki kann avroknast fyri minni framleiðslu enn 41,4 gigawatttímar, uttan so at Vindfelagið ger minni streym enn tað, og tað ikki skyldast viðurskifti hjá SEV. Samskifti hevur verið millum SEV net og Elveitingareftirlitið um, í hvussu stóran mun vantandi elframleiðsla inn á elnetið stendst av viðurskiftum hjá sjálvum Vindfelagnum, ella viðurskiftum hjá SEV neti. Uttanlandsnevndin fer fyrrapartin at viðgera uppskotini hjá Tjóðveldi um yvirtøkur. Tjóðveldi vil yvirtaka politiið og landslæknan, landslæknan longu á ólavsøku næsta ár og politiið 1.januar í 2022. Tjóðveldi mælir til at broyta lógina um ræði á málum og málsøkjum, so løgregla, ákæruvald og brotsmálaumsorgan og landslæknaembætið, eftirlit við heilsustarvsfólkum og stovnum á heilsuøkinum, sjúkufyribyrging, sinnissjúkraviðurskifti, líkskoðan, vevnaðarflutningur, euforiserandi evni, sjúklingarættindi og eftirgjørdur gitnaður koma undir føroyskt ræði. Tað verður mett at kosta 120 milliónir krónur í 2022 at yvirtaka politiið. Og tað verður mett at kosta 4,9 milliónir krónur at yvirtaka millum annað landslæknan, sigur Tjóðveldi. Politistafelagið, løgmaður, Kriminalforsorgin og leiðarin fyri arrestina í Mjørkadali, Karl Johansen, sýslumaður, Amnesty International og Advokatfelagið verða spurd, hvat tey halda um at yvirtaka politiið. Og landsstýrismaðurin í heilsumálum og Tormóður Stórá, leiðari á Psykiatriska deplinum, verða spurdir um heilsufakligu yvirtøkuna. Í uppskotinum um fíggjarætlan fyri 2021 er inntøkan mett at verða ein milliard og 88 milliónir krónur, 23 milliónir, 2,2 prosent, meira enn í ár. Tað fer at kosta 876 milliónir krónur at reka Tórshavnar kommunu næsta ár. Og 156 milliónir eru settar av til íløgur. Tá er Tórshavnar havn ikki við. Hetta verður nú fyri fyrstu ferð kannað í Føroyum í kanningarverkætlanini Kvalitetur av hjálpartólaveiting út frá áskoðanini hjá teimum, sum hava fingið hjálpartól. Turið Jacobsen, ergoterapeutur og master í heilsuvísindum, ger sjálva kanningina. Endamálið er at fáa innlit í royndir og áskoðan hjá teimum, sum hava fingið hjálpartól. Undantikið er sertillagaðir bilar, bústaðarbroytingar og hjálpartól, sum lætta um røktararbeiðið til dømis lyftir, onnur tól at flyta við v.m. Kanningin verður gjørd við spurnarblaði, sum er gjørt til tað endamálið og sum verður brúkt í fleiri ymiskum londum. Tann, sum ger kanningina, spyr spurningarnar í spurnarblaðnum og skrásetur svarini. Tey, sum luttaka, verða anonymiserað, so at ikki sæst, hvør luttekur. Um tú vilt fáa meira at vita, ella hevur tú áhuga í at vera við í kanningini, so ber til at ringja til Turið á tlf. 521576 ella við at senda henni ein teldupost. Ljóðið inni í einum húsum hevur stóra ávirkan á, hvussu fólkini trívast. Tí áttu øll at hugsað meira um ljóðviðurskifti, tá tey byggja og innrætta. Í Suðuroy er talið størri, 3,4 prosent. Men frá juli til august minkaði arbeiðsloysið í Suðuroynni úr 6,4 niður í 3,4 prosent, vísa tølini hjá Hagstovuni. Hann hevur verið løgtingsmaður síðani 2015, og á fólkatingsvalinum í fjør gjørdist hann nummar fýra á sambandslistanum við 520 atkvøðum. Edmund Joensen fekk 1883 atkvøður. Tað halda bæði Jákup Sørensen og Ingi Samuelsen, sum ikki fíra fyri kalla seg nordistar . Teir eru ávikavist ráðgevi í NORA og skrivari í Norrøna felagnum og hava í nógv ár arbeitt við tí norðurlendska. Tað norðurlendska er so nógv. Tað at vit skilja hvønn annan, ikki bara málsliga, men at vit hava eina felags fatan av so nógvum eitt nú vælferðarðarstati, rættarskipan, heilsuverki, útbúgving og sosiala økinum. Í øllum hesum er málið tann mentali infrastruktururin , og tí er tað av stórum týdningi at varðveita skandinaviska málið sum tað kittið, ið heldur øllum saman. Tað norðurlendska er ikki líka høgt í metum allastaðni, halda teir, og nøkur Norðurlond, kanska serliga ES londini, hava lyndi til at fokusera aðrar vegir enn móti Norðurlondum. Fyrrapartin skrivaðu Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, og Emma Hopkins, bretsk sendifrú í Keypmannahavn, undir sáttmálan. Týdningarmestu ásetingarnar í sáttmálanum fevna um atgongd, kvotuflytingar og eftirlitssamstarv. Harumframt er ásett, at bæði londini skulu raðfesta vísindaliga grundaða umsiting av fiskastovnum, og sjøtul verður eisini settur á samstarv um havlívfrøði og umhvørvi. Sáttmálin er ein varði í okkara felags søgu og eitt stórt framlop í felags royndini at menna samstarvið millum báðar tjóðirnar, sigur hann. Ætlanin er, at bæði løgtingið og bretska parlamentið skulu samtykkja sáttmálan seinni í ár, og hann verður karmur um alt fiskivinnusamstarv millum Føroyar og Bretland í framtíðini. HB NSÍ, 2 2 Tórsvøllur 0 1 Pætur Skipanes, 36 minuttir 1 1 Adrian Justinussen, 48 minuttir 1 2 Klæmint A. Olsen, 51 minuttir 2 2 Bartal Wardum, 78 min. Føroyar eru í ár partur av formansskapinum í Norðurlendska Ráðharraráðnum. Hendan vikan, har norðurlendsku mentanarvirðislønirnar verða lætnar, og ársfundirnir verða hilnir, verður ofta rópt norðurlendska vikan. Í Nón mikudagin vitjaðu Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í norðurlendskum samstarvsmálum, og Jaspur Langgaard og Høgni Hoydal, sum eru umboð løgtingsins í Norðurlandaráðnum. Norðurlendska samstarvið var á skránni, og tosað varð um tað, sum riggar, og tað, sum kundi verið betri. Allir tríggir vóru á einum máli, tá tað snúði seg um at arbeiða fyri at Føroyar gerast fullgildugur limur í Norðurlandaráðnum, men har Høgni Hoydal vil arbeiða fyri at fáa málið til atkvøðugreiðslu longu komandi ár, vóru hinir báðir eitt sindur varnari. Næmingarnir, sum eru 110 í tali, hava skipað seg í fimm flokkar Náttúruflokkin, mentanarflokkin, skúlaflokkin, etiskaflokkin og ungdómsflokkin. Her gongur alt fyri seg upp á sama máta sum í Løgtinginum. Tey leggja fram lógaruppskot fyri Løkstinginum, sum síðani fer í nevnd og at enda til atkvøðugreiðslu, sigur Jónleif Johannesen, sum er varaskúlastjóri í Runavíkar Kommunuskúla. Ein og eitt eru orð, sum verða brúkt í meira lagi. Vit hoyra oftari og oftari, at orðini vera sett inn í setningar, har tað er óneyðugt. Dømi Hevur tú EIN stóran áhuga fyri einum ella øðrum. Fá vørur fyri EIN spottprís. Gekkavertir siga Tú velur EITT K, tá vinnarar skulu velja sær bókstav til lúkuvinningarnar. Fleiri dømi um málburð í miðlunum eru eisini á skránni. Er ein vinnari rættvísur ella rættur Ber til at siga, at ítróttarfólk skorar sítt næsta mál Og stuðla feløg sjúkrarøktarfrøðingarnar ella sjúkrarøktarfrøðingunum Hesin er í spæl til NSÍ. Ljós yvir søguna um steypið. At gera sær dælt av hassji og øðrum hørðum rúsevnum Bogi Sigurstein, nevndarlimur í KFUM í Havn, sigur, at lógarbroytingin økir um skeivleikan og útilokar ein stóran part av øðrum sjálvbodnum ungdómsarbeiði í Føroyum. Oljufýringin var orsøkin til eldsbrunan í Nólsoy mánadagin 19. oktober. Brandteknikarar hjá politinum kunnu í øllum førum ikki útiloka, at oljufýringin var orsøkin. Og tað er eisini tað, sum maðurin, sum búði í húsinum, hevur sagt. Hann sigur, at hann hoyrdi okkurt við oljufýringina, tá eldurin kyknaði. Ein kvinna, sum var stødd inni í eini kirkju, varð skorin á háls, og deknurin varð eisini dripin. Triðja ofrið var ein ung kvinna, siga keldur í løgregluni. Franski forsætisráðharrin, Jean Castex, sigur, at trygdarstigið í Fraklandi er hækkað eftir hendingina, og innanríkisráðharrin Gerald Darmanin, hevur kallað til kreppufund. Álopið hendir samstundis, sum Frakland roynir at fóta sær, eftir at lærarin, Samuel Paty, fyri sløkum tveimum vikum síðani varð skorðin á háls. Víkingur KÍ, 1 3 í Sarpugerði 0 1 Jonn Johannesen, 7 minuttir 1 1 Sølvi Vatnhamar, 14 minuttir 1 2 Ísak Simonsen, 70 minuttir 1 3 Ole Erik Midtskogen, 90 5 Leiðslan í sjúkrahúsverkinum hevur boðað Heilsumálaráðnum og Fíggjarmálaráðnum frá, at støðan er ikki trygg, nú sjúkrarøktarfrøðingarnir herða verkfallið uppaftur meira. VÍF vil ikki hava nýggjan dyst ímóti Neistanum. Tað hevur felagið boðað Honbóltssambandinum frá í dag. Samstundis sigur felagið, at støða ikki er tikin til, um avgerðin hjá Aganevndini hjá HSF verður kærd. Tað hevur VÍF fýra dagar at taka støðu til. Huldumálið Dysturin millum Neistan og VÍF varð spældur 11. oktober á Hálsi. Á pappírinum endaði dysturin við 35 35 javnleiki, men sjónbandaupptøkur staðfestu, at Neistin bert hevði skotið 34 mál í dystinum. Dómaraborðið skrásetti av órøttum eitt mál ov nógv. Tað gjørdu vestmenningar eisini vart við undir dystinum, tá teir løgdu protest og síðan kærdu til Hondbóltssambandið. Niðurstøðan hjá Aganevndini var, at VÍF skuldi gera, um felagið ynskti nýggjan dyst. Nú er so greitt, at tað ynskir felagið ikki. At fornerma profetin er ikki einki avrik, tað er ómoralskt. Tað eggjar til harðskap. Og tað var óvæntað, at tað skuldi koma frá teimum, sum siga seg verja mentan og frælsi, at tey, uttan at vita tað, eggja til harðskap og blóðbað, segði Rouhani ígjár. Eftir at lærarin var dripin, hevur franski forsetin, Emmanuel Macron, við greiðum orðum vart rættin til at finnast at átrúnaði gjøgnum keiputekningar. Týsdagin tann 10. november hava vit øll, ið eru yvir 18 ár, møguleika at gera av, hvør skal stýra teimum 29 kommununum í Føroyum. Men talið av kommunum hevur ikki altíð verið 29. Einaferð var bert ein kommuna, einaferð vóru tær átta og eitt tíðarskeið var talið uppi á 51 kommunum. Og spurningurin um hvat er tað rætta talið av kommununum er eitt kjak, ið javnan tekur seg upp. Í Breddanum hesaferð viðgera vit evnið við serfrøðingum og politikarum. Luttakarar Beinta í Jákupsstovu, Hilmar Høgenni, Helgi Abrahamsen, Eyðdis Hartmann Niclasen og Brandur Sandoy. Gjørt sendingina hava John Johannesen, Tróndur Olsen og Hallur av Rana. Í barnaútvarpinum í dag eru vit í skúlanum á Fløtum, tí í skúlanum á Fløtum hava tey havt eina sersaka viku og tey hava havt úr at gera. Í næstu viku fara nærum 850 næmingar at ganga skrúðgongu tí tey fara at flyta í nýggja skúlan, sum er úti í Marknagili. Higartil hava 1 3 flokkur gingið í skúla í Kongagøtu, 4.5.6. og 7.flokkur tey hava gingið í skúla úti á Frælsinum, 8. og 9 flokkur hevur verið úti á Argjum og fólbóltsflokkurin hevur verið í Gundadali. Men nú verður alt øðrvísi, nú fara tey øll at ganga í sama skúla. Hvussu fyrireika tey seg Og hvussu er at siga farvæl við skúlan og at flyta inn í nýggjan skúla Vit byrja í Kongagøtu, og síðani fara vit ein túr út á Frælsi. Korona hevur havt ávirkan á nógv í føroyska samfelagnum, og nú sæst tað eisini aftur í talið av børnum, sum væntandi verða fødd um jóltíðir. Støðan á Landssjúkrausinum er ótrygg, tí tey meta seg ikki fáa neyðugu undantøkini. Tað hevur sjúkrahúsleiðslan boðað Heilsumálaráðnum frá í dag. Seint seinnapartin fór landsstýrismaðurin í Heilsumálum á fund við løgmann í Tinganesi, har teir umrøddu, hvat skal gerast, nú Landssjúkrahúsið ikki kann veita vissu fyri trygdini. Í 1970 kom ein 20 ára gamal dani til Føroya fyri fyrstu ferð. Hann fekk eina buldrasliga byrjan, kom aftur til landið, keypti hús og fór so undir at verja og varðveita føroysku náttúruna. Maðurin er Jens Kjeld Jensen, týskvøldið fekk hann umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins, fyrrapartin í dag vóru vit á gátt hjá honum. Í Svínoy eru tey sum heild væl nøgd, men tað vil altíð vera okkurt ynski, sum tey hava til eitt komandi býráð í Klaksvíkar Kommunu, sum tey valdu til fyrstu ferð í 2008. Hin útoyggin í Klaksvíkar Kommunu er Kalsoyggin. Fyrst gjørdist ein partur av oynni partur av Klaksvíkar Kommunu, men sum samlað oyggj valdi Kalsoyggin fyrstu ferð samlað til Klaksvíkar Býráð fyri fýra árum síðan. Eins og í Svínoy eru tey væl nøgd, men okkurt ynski er tó til eitt komandi býráð í Klaksvík. Eisini tílíkt, sum ikki kostar alla verðina. Í barnaútvarpinum í dag eru vit í skúlanum á Fløtum, tí í skúlanum á Fløtum hava tey havt eina sersaka viku og tey hava havt úr at gera. Í næstu viku fara nærum 850 næmingar at ganga skrúðgongu tí tey fara at flyta í nýggja skúlan, sum er úti í Marknagili. Higartil hava 1 3 flokkur gingið í skúla í Kongagøtu, 4.5.6. og 7.flokkur tey hava gingið í skúla úti á Frælsinum, 8. og 9 flokkur hevur verið úti á Argjum og fólbóltsflokkurin hevur verið í Gundadali. Men nú verður alt øðrvísi, nú fara tey øll at ganga í sama skúla. Hvussu fyrireika tey seg Og hvussu er at siga farvæl við skúlan og at flyta inn í nýggjan skúla Vit byrja í Kongagøtu, og síðani fara vit ein túr út á Frælsi. Svensk húsarhald kasta nógv tons av mati burtur hvørt ár. Tað er ringt bæði umhvørvisliga og fíggjarliga. Kokkurin Ulrika Brydling gevur síni bestu ráð um, hvussu tú kanst minka um matoyðsl heima. Og so hoyra vit um motorin, sum gekk fyri dagin eftir bilkeypið. Programmleiðari Inger Ljung Olsson og Sanne Olsson. Hvussu skal eg gera fyri at klæðini skulu halda longur, so eg spari pengar og umhvørvi Klædnagranskarin Anna Thornqvist Lidstrøm gevur klæðum nýtt lív í sendingini hesaferð. Og so kann hyggjarin spyrja um privatbúskap. Programmleiðari Inger Ljung Olsson og Sanne Olsson. Hvussu ferðast vit umhvørvissmart Tað er ein av spurningunum, sum verða viðgjørdir í sendingini hesaferð. Sanna Olsson kannar eitt nýtt slag av svikarum, sum lýsa við íbúðum hjá øðrum um Airbnb. Hundaserkøna Helena Tilly kemur við góðum ráðum um, hvat tú skalt hugsa um, tá tú fært tær hund. Programl. Inger Ljung Olsson og Sanne Olsson. Ferðabloggarin Evelina Utterdal kemur í Plus studio og gevur góð ráð um umhvørvissmartar ferðir. Seinast ferðaðist hon millum Svøríki og Iran uttan at flúgva. Programml. Inger Ljung Olsson og Sanne Olsson. Ber tað til at vinna tíð og pengar við at vaska og skipa alt betur heima Ja, tað heldur Paulina Draganja, sum gevur síni bestu ráð um, hvussu tú fært ordan í øllum heima. Níggju mánaðir eftir, at Brobeck familjan fekk ein vatnskaða í kjallaranum, hevur tryggingarfelagið framvegis ikki avgreitt upptakið, so nú er soppur komin í. Hyggjarar kunnu eisini senda spurningar. Maria Wiezell svarar. Programml. Inger Ljung Olsson og Sanne Olsson. Sjónvarpsspøl, angandi gummidjór og fidget spinners . Nýggj rák innan leikur og spøl koma alla tíðina. Jenny Klefbom sálarfrøðingur gevur góð ráð um handfaring í hesum sambandi. Og so var tað parið, sum bílegði fipurnet, men onki fekk. Tá tey skuldu siga avtaluna upp, vórðu tey hótt við revsiavgjaldi. Programmleiðari Inger Ljung Olsson og Sanne Olsson. Yvir tríggjar milliónir krónur kunnu enda í sveisiska statskassanum, um Mette Frisk og Adam Jon Kronegh ikki finna ein arving eftir donsku Doru. Pápi hennara flutti úr Danmark, so leitingin byrjar har. Og nógv óvæntað er á leiðini og leiðin gongur eisini yvir um Atlantshav. Alt lívið hevur Marie borið eitt stórt loyndarmál. Tá hon var blaðung gjørdist hon við barn og átti ein son, sum hon læt frá sær. Ikki fyrr enn Marie fór til gravar 75 ár seinni varð loyndarmálið avdúkað. Hetta er ein skelkur hjá teimum nærmastu, og saman við Mette Frisk og Adam Jon Kronegh fara tey nú at leita eftir tí fremmanda soninum, so hann kann fáa sín part av arvinum eftir Marie. Hvussu kann tað gerast einfaldari hjá fólki at endurnýta alt pakkitilfar, sum tey fáa heim við sær, tá tey eru til handils Gestur í studio er Veronica Foberg Gustafsson, sum er við til at samla pakkitilfar og bløð inn. Sanne Olsson fer til Noregs at leita eftir svenskum elbilum, sum eru horvnir uttanlands. Og Viet Hoang svarar spurningum frá hyggjarum. Programml. Inger Ljung Olsson og Sanne Olsson. Katrin á Borg hevur skriva teir fimm sangirnar á enskum málið, ið eru á útgávuni, sum norski vinmaður hennara, Espen Tappel, hevur lagt til rættis, tikið upp og framleitt í Lia Studio í Grimstad og Tappeluft Studio í Oslo. Ruben Dalen hevur ljóðblandað, og Morgan Nicolaysen úr Propeller Mastering hevur mastera. Tónleikarar á útgavuni eru Katrin á Borg sang og kór Jens Andreas Kleiven kór Torjus Vierli tangentar, piano, rhodes, mellotron og synth Espen Tappel el guitar og akkustiskan guitar, synth, slagverk og forritan. Ruben Fredheim Oma bass Ruben Dalen Trummir, slagverk, og synth Jonas Kilmork Vemøy trompet Hvørji bikarljós eru best Pluss kannar brennitíð og annað, og stórur munur er á merkjum. Karolin K hn hjá Konsument Europa svara spurningum frá hyggjarum. Og Thomas Frost misti ein part av einum fingri, tá hann setti seg í ein sólstól. Men framleiðarin heldur, at vøran er trygg. Programml. Inger Ljung Olsson og Sanne Olsson. Hvørjum skulu vit hyggja at, tá vit keypa antikvitetir Gestur í sjónvarpsstovuni er serkøni Joakim Bengtsson. Hvat skalt tú hugsa um, tá tú keypir Black Friday Og hvat hendir við øllum elbilunum, sum fáa statsstuðul fyri at rulla á svensku vegunum Eru teir veruliga í Svøríki Programml. Inger Ljung Olsson og Sanne Olsson. Svindlarar lumpaðu gittararnar frá Gunnari Sundberg. Men hóast løgreglan seinni fann ljóðførini aftur hjá einum sonevndum pantbanka, fekk Gunnar ikki gittararnar aftur. Serkøni Viet Hoang svarar spurningum frá hyggjarum. Programml. Inger Ljung Olsson og Sanne Olsson. Hvussu sleppur tú undan at verða lumpað ur á netinum Anne Marie Eklund L winder, ein av Svøríkis fremstu IT trygdarserkønu, gevur góð ráð. Maj Lis keypti eina ferð til Kanariuoyggjarnar til alla familjuna, men fekk stórar trupulleikar, tá fyrireikarin broytti ferðadagin. Serkøni Viet Hoang svarar spurningum frá hyggjarunum. Programml. Inger Ljung Olsson og Sanne Olsson. Danska uttanríkismálaráðið frámælir nú ferðum til øll lond í Evropa. Ferðalistin hjá danska uttanríkismálaráðnum varð dagførdur í gjár. Tá vórðu Grikkaland, Noreg og Týskland eisini koyrt á appelsingula listan, sum merkir, at danska uttanríkismálaráðið frámælir øllum óneyðugum ferðum til hesi londini. Hesi trý londini vóru tey seinastu evropeisku londini sum vóru á gula listanum. Tey einastu undantøkini eru tveir landslutir í Svøríki, V sterbotten og V sternorrland. Teir eru báðir á gula lista, sum merkir at serligt varsemi skal vísast. Í Grikkalandi er tað høga koronasmittutrýstið, sum fær donsku myndugleikarnar til at mæla fólki frá at ferðast higar. Týskland og Noreg eru koyrd á appelsingula listan, tí tey bæði londini hava sett innferðaravmarkingar í verk fyri fólk, sum koma úr Danmark. Spanska undirhúsið samtykti at leingja undantaksstøðuna í eitt hálvt ár í eini roynd at minka um koronasmittutrýstið, sum veruliga hevur fingið fastatøkur í Evropa aftur. Undantaksstøðan merkir, at tær 17 landspartastjórnirnar í Spania eitt nú fáa valdið til at avmarkað ferðafrælsið hjá fólkum, seta útgongubann í verk og at steingja mørkini millum landspartarnar. Atkvøðugreiðslan í Spanska undirhúsinum var samstundis, sum stjórnin í Katalonia avgjørdi at banna fólki at koma og fara úr landslutinum í 15 dagar. Trý fólk lótu lív tá maðurin fór at gera um seg við stórum knívum í Notre Dame kirkjuni í Nice, áðrenn løgreglan megnaði at steðga manninum. Yvirgangsmaðurin var komin til Fraklands fyrst í oktober, upplýsti franski ríkisákærin Jean Francois Ricard á tíðindafundi í gjárkvøldið. Maðurin kom umvegis italsku oynna Lampedusa 20. september. Lampedusa er eitt av teimum støðum har tað koma nógvir bátar við flóttafólki úr Norðurafrika. Sambært AP kom maðurin til Nice í gjáramorgunin og fór beina leið til kirkjuna, sum liggur í miðbýnum í Nice, har hann leyp á fleiri fólk við langum knívum. Tað einasta, maðurin hevði á sær, tá hann varð tikin, vóru skjøl frá italska Reyða krossi, sum váttaðu nær hann var komin til Italia, eina koran, tvær fartelefonir og fleiri knívar. Álopið í gjár var tað triða innan tveir mánaðir, skrivar Danmark Radio. Tað hevur nú fingið fronsku myndugleikarnar til at seta tilbúgvingina á hægsta stig. Franski forsetin, Emmanuel Macron, kallaði álopið í Nice í gjár fyri eina islamistiska yvirgangsatsókn og eitt álop á franska andan. Macron lovaði samstundis, at hann fer at tvífalda talið av herfólki við skúlar og kirkjur, so at tað framyvir vera um 7.000 fólk, ið skulu verja og forða fyri slíkum álopum. Maðurin var inni í gamla bankabygninginum, har sum millum annað Visit Tórshavn er nú. Maðurin er fyribils skuldsettur fyri at bróta politiviðtøkuna, fyri harðligan atburð. Maðurin hevði turt kjøt og nakrar tómar sodavatnskassar við sær, so politiið vil fegið frætta frá teimum, sum halda seg eiga hesar lutir. Minnilutin atkvøddi blankt. Seinna viðgerðin verður 26. november. Aftur næsta ár fer inntøkan hjá Tórshavnar kommunu upp um milliardina. Í uppskotinum um fíggjarætlan fyri 2021 er inntøkan mett at verða ein milliard og 92 milliónir krónur, 28 milliónir, 2,6 prosent, meira enn í ár. Skattaprosentið í Tórshavnar kommunu verður tað sama næsta ár sum í ár, tað er 19. Og barnafrádrátturin verður sum í ár 8.000 krónur. Tað fer at kosta 876 milliónir krónur at reka Tórshavnar kommunu næsta ár, 5,8 prosent meira enn í ár. Og 160 milliónir eru settar av til íløgur. Tá er Tórshavnar havn ikki við. Á elbiladegnum, sum var í Norðurlandahúsinum í gjár, varð stroymdur fyrilestur hjá Mathias Fisher, sum er ovasti politiski ráðgevi hjá norska umhvørvismálaráðharranum. Kapitlarnir eita landasvik og onnur brotsverk móti sjálvsavgerðarrætti og trygd Føroya fólks brotsverk móti stýrisskipan og landsmyndugleikum føroyinga, yvirgangur og annað alvandasom brotsverk ymsar gerðir, sum eru til skaða fyri almenningin bidding og skaðiligt inntøkuvirksemi og brotsverk í familjuni. Tilboðið um ókeypis koppseting fyri beinkrím verður nú víðkað, so at ávís starvsfók á heilsu og umsorganarøkinum eisini fáa hetta í boði. Frammanundan fáa fólk eldri enn 67 ár, og tey, sum eru yngri enn 67 í vandabólkum vegna sjúku ella brek, eisini tilboð um ókeypis koppseting fyri beinkrím. Talan er um starvsfólk, sum arbeiða við viðgerð, røkt og umsorgan av fólki, sum eru í serligum vanda fyri at fáa álvarsligar sjúkugongdir, um tey verða rakt av influensu, sum nú eisini fáa tilboð um ókeypis koppseting. At hesi starvsfólk nú kunnu lata seg koppseta, er tískil við til at verja sjúklingar og fólk í vandabólki móti influensu, sigur Heilsumálaráðið. Í hesi sendingini verður aktuelli journalistikkurin sendur til miðlasýn. Miðlalandslagið er ikki ein oyðimørk, men eru nóg nógvir grønir blettir, har tað sprettur Hugt verður nærri eftir journalistikkinum í onkrum av teimum tíðindum, sum vit hava hoyrt seinastu dagarnar. Men stóri spurningurin verður eisini settur Hvussu hevur føroyskum journalistikkur tað Er nakað skil í Gestir Høgni í Jákupsstovu, journalistur, Kári Mikkelsen, journalistur, Ingrid Bjarnastein, journalistur og Rigmor Dam, journalistur. Franska løgreglan hevur handtikið ein 47 ára gamlan mann, sum er undir illgruna fyri at hava havt samband við unga mannin, sum í gjár drap trý fólk og særdi fleiri onnur í Nice. Sambært blaðnum, Nice Matin, varð maðurin handtikin í gjárkvøldið í Nice undir illgruna fyri at hava hjálpt 21 ára gamla tunesaranum við at geva honum eina telefon. Tunesarin var komin til Fraklands fyrst í oktober, upplýsti franski ríkisákærin, Jean Francois Ricard, á tíðindafundi í gjárkvøldið. Sambært AP kom maðurin til Nice í gjáramorgunin. Hann fór beina leið til kirkjuna í miðbýnum í Nice, har hann leyp á fleiri fólk við knívi. Tað einasta, maðurin hevði uppi á sær, tá hann varð tikin, vóru skjøl frá italska Reyðakrossi, sum váttaðu, nær hann var komin til Italia, eina koran, tvær fartelefonir og fleiri knívar. Macron lovaði samstundis, at hann fer at tvífalda talið av herfólki kring skúlar og kirkjur, so at tað verða umleið 7.000 fólk, sum skulu verja og forða fyri slíkum álopum. Í hesum sendingum siga fólk frá ymiskum, teimum hevur verið fyri í barna og unglingaárum í eini tíð, tá ið Føroyar vóru annað oyggjasamfelag, enn tær eru í dag. Av tí at fleiri av gerandishendingunum, sum sagt verður frá, fóru fram fyri nærum 100 árum síðani, er nógv bæði øðrvísi og hugtakandi at hoyra um. Í hesum sendingum siga fólk frá ymiskum, teimum hevur verið fyri í barna og unglingaárum í eini tíð, tá ið Føroyar vóru annað oyggjasamfelag, enn tær eru í dag. Av tí at fleiri av gerandishendingunum, sum sagt verður frá, fóru fram fyri nærum 100 árum síðani, er nógv bæði øðrvísi og hugtakandi at hoyra um. Í hesum sendingum siga fólk frá ymiskum, teimum hevur verið fyri í barna og unglingaárum í eini tíð, tá ið Føroyar vóru annað oyggjasamfelag, enn tær eru í dag. Av tí at fleiri av gerandishendingunum, sum sagt verður frá, fóru fram fyri nærum 100 árum síðani, er nógv bæði øðrvísi og hugtakandi at hoyra um. Í hesum sendingum siga fólk frá ymiskum, teimum hevur verið fyri í barna og unglingaárum í eini tíð, tá ið Føroyar vóru annað oyggjasamfelag, enn tær eru í dag. Av tí at fleiri av gerandishendingunum, sum sagt verður frá, fóru fram fyri nærum 100 árum síðani, er nógv bæði øðrvísi og hugtakandi at hoyra um. Og tá Grønland hevur yvirtikið útlendingamál, fer tað, sambært formanninum í landsstýrinum, at verja grønlendska málið og grønlendsku mentanina. Vit skulu bjóða teimum vælkomnum, sum koma higar at arbeiða og skapa framgongd, men tað verður eftir okkara treytum. Kemur tú til okkara land at arbeiða, skalt tú læra okkara mál og skilja okkara mentan, sigur Kim Kielsen í tíðindaskrivi, sambært KNR. Í hesum sendingum siga fólk frá ymiskum, teimum hevur verið fyri í barna og unglingaárum í eini tíð, tá ið Føroyar vóru annað oyggjasamfelag, enn tær eru í dag. Av tí at fleiri av gerandishendingunum, sum sagt verður frá, fóru fram fyri nærum 100 árum síðani, er nógv bæði øðrvísi og hugtakandi at hoyra um. Fjøllini í havsins dýpi Suður Kom við og granska risastóru víddirnar í Suðuratlantshavinum og sí, hvussu stórfingnar oasur kunnu gerast livandi. Svarið finst í máttinum frá gosfjøllunum, sum hava skapað fjallaryggin Mid Atlantic Ridge sum er longsti fjallagarður í heiminum. Slíkir undirsjóvar fjallaryggir eru sera føðsluríkir og skapa yvirflóð av lívi. Ómetaliga stórir bólkar av springandi delfinum, fløktum pingvinbølum saman við heimsins størstu mongd av havsúgdjórum floyma inn yvir serligu oyggjarnar í Suðuratlantshavinum. Sum børn vóru systkini nógv í Rituvík hjá ommuni og abbanum. Abbin Dánjal Petur var sonur fyrstu niðursetufólkini í Rituvík, Per og Nikolinu Højgaard. Svend Aage Ellefsen sigur frá barnaárunum í Miðvági. Har spældu børnini á sandinum og í fjøruni. Farið varð eisini út á Bakka, har pápín hevði fiskahús og fiskastykki. Børnini vóru í hoyggi, torvi og á útróðri eins og tey hjálptu við fiskaarbeiðnum. Martin Joensen Næs var fyrstilærari í Miðvágs skúla. Miðvágur var besta grindavágin í Føroyum. Har løgdu nógvar og stórar grindir beinini. Brøðurnir Ellefsen sluppu altíð við onkrum báti. Teir royndu fyrst undir Føroyum og á Føroya Banka við línu. Móti sumri varð farið til Íslands við snøri og byrjað varð við Steinin. Hildið varð fram aðrastaðni fram við Norðlandinum og endað varð á Eysturlandinum. Vóru inni á Siglurfirði, Akuroyri og Norðfjørðinum. Meginpartin av túrinum høvdu teir ein nósa umborð. Sjúkrahúsverkið boðaði í gjárlandsstýrinum frá, at tey kundu ikki longur veita eina langtíðar trygd á Landssjúkrahúsinum, tí sjúkrarøktafrøðingarnir játtaðu ikki øll undantøkini, sum biðið varð um. Enn er einki at frætta um nýggjar samráðingar, men sjúkrarøktarfrøðingarnir hava nú gjørt av at ganga umbønini um undantøk á møti, og tey eru galdandi í 24 tímar. Felagið hjá sjúkrarøktafrøðingunum sigur, at tað hevur víst ein vilja, og tí vænta tey eisini, at løgmaður vísir ein vilja, og fær Fíggjarmálaráðið aftur til samráðingarborðið. Útvarpið hevur verið í sambandi við lønardeildina, sjúkrarøktarfrøðingarnar og semingsstovnin, men eingin hevur fingið boð um at taka samráðingarnar uppaftur. Vit hava eisini roynt at fáa fatur á Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, og løgmanni, fyri at vita, um lønardeildin fær fáa boð at taka samráðingarnar uppaftur, men hvørgin hevur svarað. Fýra lærarar, har av tveir teirra eru løgtingsmenn og tveir eru skúlastjórar, kappast á Quiztinum hesuferð. Annað liðið verður mannað av løgtingsmonnunum Magnusi Rasmussen úr Sambandsflokkinum og Jóhannis Joensen úr Javnaðarflokkinum, meðan hitt liðið er mannað av Regini Marnersson, skúlastjóra í Skúlanum á Fløtum, og Sonna Djurhuus, skúlastjóra í Skúlanum við Streymin. Tú kanst hoyra sendingina her Vinnukærunevndin hevur nú staðfest avgerðina hjá Elveitingareftirlitinum, sum gav loyvi til at seta upp seks vindmyllur í Flatnahaga, vestan fyri myllurnar í Húsahaga. Skipanin tryggjar fólki arbeiðsloysisstuðul, um steðgur er í arbeiðinum á virkinum vegna vantandi feska rávøru ella líknandi umstøður. Ovastin fyri amerikansku herflotaeindunum í Evropa og Afrika, Robert Burke, hevur vitjað í Føroyum, og mikudagin hitti hann Jenis av Rana, landsstýrismann í uttanríkismálum. Amerikanarar fegnir vilja nýta Føroyar sum havn, har bæði amerikansk skip og skip hjá NATO skulu fáa ymsar veitingar, nú skipaferðslan kring Arktis veksur, og ísurin minkar. Kendi norski diplomaturin, Terje Rød Larsen, hevur lagt frá sær sum forseti í ST stovninum, International Peace Institute, skrivar Dagens Næringsliv. Terje Rød Larsen er kendur diplomatur, og hevur verið við til at fáa frið í lag í fleiri londum, millum annaðfriðaravtaluna ímillum Ísrael og palestinar í 1990 unum. Nógv stríð hevur verið um Terje Rød Larsen seinastu tíðina, serliga eftir at tað kom undan kavi, at hann hevði fingið pening frá ríkmanninum, Jeffrey Epstein, sum varð ákærdur fyri at hava misnýtt nógvar ungar gentur. Hann doyði fyri egnari hond í einum amerikanskum fongsli fyri meira enn einum ári síðani. Terje Rød Larsen skal skylda Epstein 130.000 dollarar, skrivar norska blaðið. Nevndin í International Peace Institute, sigur í boðunum, at samstarvið við Epstein, var langt uttan fyri virðini, sum stovnurin stendur fyri, og kunnu als ikki góðtakast. Nevndin sigur eisini, at pengarnir, sum stovnurin hevur fingið frá Epstein, verða latnir fólki, sum hava verið fyri mannahandli og kynsligum ágangi. Virksemið hjá Terje Rød Larsen hevur vakt ans í fleiri londum. M.a. skal norska stjórnin hava latið stovninum 130 milliónir krónur til sítt virksemi. Svenska stjórnin hevur eisini latið pening, og krevur eina neyva frágreiðing um málið. Nevndarformaðurin í ST stovninum, Kevin Rudd, sigur seg vera skelkaðan av tí, sum er farið fram, tí hann var ikki kunnaður um tað, sum Terje Rød Larsen hevur arbeitt við. Terje Rød Larsen var eitt skifti í 1996 ráðharri í táverandi norsku stjórnini, men hann mátti leggja frá sær eftir avdúkingar um partabrævahandil. Hann hevði ikki givið upp 600.000 krónur, sum hann hevði tjent. Sambært blaðnum, ANT1, eru fleiri bygningar rapaðir, og stórar aldur skolaðu inn á strondina fyrstu minuttirnar eftir jarðskjálvtan. Turkiskir myndugleikar hava mátað skjálvtan til 6,6, og mátingar hjá amerikanska jarðskjálvta stovninum vísa, at skjálvtin var sjey í styrki á evropeiska makro seismiska stiganum. Skrokkurin til Jákup Sverra er smíðaður í Litava. Stjórin á Mest vísir tó á, at 2 3 av arbeiðstímunum, sum eru gjørdir á skipinum, liggja eftir í Føroyum. Støðan er óbroytt, og tað stendur enn í botni millum partarnar í lønartrætuni millum lønardeildina og felagið hjá føroyskum sjúkrarøktarfrøðingum. Við á fundinum, sum vardi ein góðan tíma, vóru nevndin hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, lønardeildin, landsstýrismaðurin í fíggjarmálum og semingsstovnurin. Sum skilst vil Fíggjarmálaráðið framvegis halda seg til semingsuppskotið, sum varð lagt fyri partarnar fyri verkfallið, men felagið hjá sjúkrarøktarfelagnum vil ikki samráðast út frá tí uppskotinum, tí tað er havnað. Semingsuppskotið legði upp til somu lønarhækking, sum eitt nú lærarafelagið fekk fyrr í ár. Lønarhækkingin er 2,56 prosent í 2019, 2,05 prosent í 2020 og 1,25 prosent í 2021. Tað gjørdi løgmaður, tí sjúkrahúsverkið hevði boðað landsstýrinum frá, at tey mettu ikki støðuna verða trygga, tí tey fingu ikki øll undantøk, sum biðið varð um. Felagið hjá sjúkrarøktafrøðingunum avgjørdi fyrr í dag at geva øll undantøk, sum biðið varð um, so partarnir kundu hittast aftur í dag. Undantøkini vórðu tó einans givin í 24 tímar til seinnapartin í morgin. Í morgin tekur felagið so støðu til, um undantøk aftur skulu gevast í 24 tímar, sigur Óluva í Gong, forkvinna. Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, sum varðar av arbeiðsmarknaðarmálum, sigur í viðmerking við útvarpið í dag, at hann væntar, at landsstýrið fer at viðgera støðuna um vikuskiftið. Vit vitja heima hjá Jens Kjeld Jensen, sum vann umhvørvisvirðislønina hjá Norðurlandaráðnum týsdagin, og so tosa vit við Ragnar A. Jacobsen, sum framleiðir virðisløntu tónleikasendingina Norðurljóð, um tónleik í Norðurlondum. Orkestrið byrjar við at spæla Ólavur Riddararós, sum Atli K. Petersen hevur lagt út, Síðani sigur Jákup Dahl Wardum frá søguni um Pætur og úlvin eftir Sergej Prokofjew, áðrenn orkestri spælir fleiri kend stykkir. Stykkini eru Pizzicato Polka eftir Johann og Joseph Strauss, Badinerie eftir Johann Sebastian Bach, har Katja Volovelskaja spælir solo á tvørfloytu, Pulcinella eftir Igor Stravinsky, har Maria W. Reinert hevur soloina á trombon og Agnar Lamhauge á kontrabass. Síðani eru tað Rumensku rúmdansirnir Poarge Romaneskca og Maruntell eftir B la Bártok og til endans kenda lagið Pink Panther eftir Henry Manzini. Nýggja útgaván Lívsins dansur hjá Bárði á Lakjuni verður markerað við útgávukonsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Bárður var í hesum sambandi gestur í vikuskiftissendingini. Edvard og Uni eru í ætt við hvønn annan. Edvard er pápabeiggi Una, og teir báðir hava spælt blús, síðani Uni var um konfirmatiónsaldurin. Leygarkvøldið klokkan 22 fara teir at hava konsert í Spaniastovu í Klaksvík. Blúsgarparnir komu á gátt í vikuskiftissendingini til eitt prát og tvey løg, teir framførdu live. Hoyr innslagið. Stanley Samuelsen hevði útgávukonsertir um landið síðsta vikuskifti. Beint áðrenn hann og konan Merete skuldu við flogfarinum aftur til Danmarkar, har tey búgva, hitti Vikusiftissendingin tey á Hotel Hilton í Havn. Prátið snúi seg um gittararnar hjá Stanley. Allahalganna dagur verður sunnudagiun 1. november. Summi kalla tað Halloween . Eitt, sum hevur funnið veg í føroysku mentanina, eru graskørini, sum verða útholað, og ljós verður sett í. Men hetta er jú eisini matur. Elsa Maria Olsen, sum eigur og rekur Víngarðin í Havn, greiðir frá, hvussu hon ger sína serligu graskarsúpan. Kaj Leo Holm Johannesen leggur kortini dent á, at orsøkin til, at smittustøðan í Føroyum hevur verið so góð er, at almennu og privatu kanningarstovurnar hava tikið lógvatak saman. At síggja til valdar nú friður í Føroya Tele, eftir nakrar budrarsligar mánaðir. Stjórin hevur tikið sæti aftur, samtakið hevur fingið nýggjan nevndarformann, men spurningurin um, hvat hevur fingið samtaksstjóran at taka uppsøgnina aftur, er framvegis ósvaraður. Tórshavnar kommuna er meira enn høvuðsstaðurin sjálvur. Kring Havnina eru fleiri bygdir og ar vilja fo lk hava bøtt um veganetið, sum krevur a bøtur og so kundu tey eisini hugsa sær eitt betri busssamband Tað var hósdagin, at Landssjúkrahúsið boðaði frá, at støðan á sjúkrahúsinum ikki longur var trygg. Í gjár gjørdu sjúkrarøktarfrøðingarnir tí av at geva Landssjúkrahúsinum neyðugu undantøkini fram til seinnapartin í dag. Men júst í hesi løtu hevur Óluvá í Gong, forkvinna í felagnum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, boðað Landssjúkrahúsinum frá, at undantøkini verða galdandi til mánadagin klokkan 15. Partarnir vóru saman á fundi í ein góðan tíma seinnapartin í gjár, men fundurin broytti ikki støðuna. Hvørgin parturin vil geva seg. Semingsstovnurin luttók á fundinum í gjár, og tað gjørdi landsstýrismaðurin í fíggjarmálum eisini. Løgmaður, sum hósdagin heitti á partarnar um at seta seg við samráðingarborðið, fyri at sleppa undan at leggja upp í verkfallið við lóg, sigur í dag, at málið liggur enn hjá samráðingarpørtunum at loysa . Men Jákup Sverri kann hvørki fáa tjóðskaparbræv ella siglingarloyvi, tí Fiskimálaráðið og Sjóvinnustýrið, sum er skrásetingarmyndugleikin, eru ósamd um, hvussu skipið skal skrásetast. Vit hoyra eitt nú First Aid Kit, The Country Side of Harmonica Sam, Aslag Haugen, Lars Lilholt, Mari Boine og nýgg frá Eyðuni Joensen og Halli Joensen. Hesin Sheffield bólkur hevði fleiri synth grundað hitt í áttatiárunum. Hann bleiv eisini ein av undangongubólkunum í seinnu tónleikaligu innrásini hjá bretskum nøvnum í USA. Ta fyrru byrjaðu The Beatles í 1964. Jytte Joensen er fødd á Eiði í 1955, og flutti sum tvey ára gomul til Havnar, har hon vaks upp og gekk í skúla. Jytte er útlærd og starvast sum ljósmóðir, og hevur, líka síðan hon var tannáringur, eisini fingist nógv við sjónleik í Sjónleikarahúsinum í Havn. Tað var eisini vindur og nógv regn í gjár, og í Klaksvík tók vindurin nakrar fiskakassar út á sjógv. Áarlop vóru eisini, og í Giljum í Hvalba mundi eitt skriðulop rakt eini sethús. Ringa veðrið hevur tó ikki hildið fólkið heima í nátt. Av politistøðini verður sagt, at nógv fólk var í býnum í Havn í nátt, og fleiri ferðir vóru boð eftir løgregluni. Í dag er Allahalganna dagur, og 1. november er eisini Minningardagur teirra sjólætnu, og skipað verður fyri minningarhaldi kring landið. Eingin føroyingur er deyður á sjónum seinasta árið, men Føroyska sjómansmissiónin skipar, sum siður er, fyri almennum minningarhaldi á Vinnuháskúlanum í Havn. Minningarhaldið á skúlanum byrjar klokkan 14. Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, talar, og Bergtórur Hjelm Bjarkhamar, prestur, hevur andakt. Síðani verður farið niðan í viðalundina, har løgmaður vegna Føroya fólk leggur krans við minnisvarðan, og prestur hevur bøn og lýsir signing. Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, hevur boðað frá, at hósdagin letur Ongland aftur í fýra vikur, fyri at steðga koronasmittuni í at breiða seg. Hann legði kortini dent á, at krøvini ikki vera so strong sum í vár, men hann heitti á fólk um at vera við hús frá hósdegnum, tá tilmælini koma í gildi. Eftir tilmælunum kunnu 55 milliónir bretar bert fara frá húsum um tey hava fyri neyðini at fara til lækna, at keypa inn, ella mugu taka sær av næstringum, og fara til arbeiðis. Tey sum kunnu, eiga at arbeiða heima, segði hann. Ráðgevin hjá stjórnini, Chris Whitty, sigur, at smittan breiðir seg skjótt, og nógv verða løgd inn á sjúkrahús. Tað er serliga galdandi fyri tey eldru, og tí er neyðugt við tiltøkunum, sigur hann. Í gjár vóru meir enn ein millión fólk í Onglandi smittað við korona, bara seinasta samdøgrið eru 22.000 fólk smittað. Og 46.000 fólk eru higartil deyð av sjúkuni. Avgerðin í FM kappingini í fótbólti hjá monnum kann falla nú seinnapartin. Tá verða dystirnir í 26. og næstsíðsta umfari í Betri deildini spældir. Á Tórsvølli verður dystur millum HB og TB. Vinnur HB, eru teir føroyameistarar. KÍ er einasta lið, sum kann fáa HB aftur. KÍ spælir í dag á útivølli í Runavík móti NSÍ. Fyrsti dysturin byrjar klokkan 14.30. Tá spæla ÍF og AB í Fuglafirði. Klokkan 15.00 byrja tríggir dystir HB TB í Havn, NSÍ KÍ í Runavík og Víkingur B36 í Gøtu. Útvarpið fer at senda frá fótbólti seinnapartin. Sendingin Bólturin byrjar klokkan 15.00. Vit hava beinleiðis frásøgn frá dystunum í Havn og í Runavík, og fylgja annars við gongdini í hinum dystunum við. Nú klokkan tvey byrjaði umdystur um føroyameistaraheitið í talvi fyri einstaklingar. Dysturin stendur millum Høgna Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag og 14 ára gamla Luitjen Akselsson Apol úr Havnar Telvingarfelag. Í umdystinum verða fyrst tvey kviktalv telvað. Telvararnir hava tá 25 minuttir hvør umframt fimm sekund fyri hvønn fluttan leik. Stendur á jøvnum eftir kvikkappingina, verða tvey snartalv tikin. Tá fáa telvararnir tríggjar minuttir hvør umframt tvey sekund fyri hvønn fluttan leik. Endar snartelvingin eisini jøvn, verður avgerðin at falla í sonevndum Armageddon talvi. Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, sum umsitur arbeiðsmarknaðarmál, sigur, at í løtuni hendir einki, og hann bíðar framvegis eftir, at partarnir, sum varða av sáttmálanum, tað eru Fíggjarmálaráðið og sjúkrarøktarfrøðingarnir, fara at finna eina loysn. Nú eru fýra fólk, sum bjóða seg fram at standa á odda fyri grønlendska flokkinum, Siumut, tá landsfundur verður seinast í november. Næstformaðurin í umsitingini hjá flokkinum, Evelyn M. Frederiksen, upplýsir fyri blaðnum Sermitsiaq, at Johan Arne Fleischer bjóðar seg fram at gerast formaður í flokkinum. Sostatt hevur franska løgreglan nú seks fólk í varðhaldi undir illgruna fyri at hava samband við yvirgangsatsóknina, har trý fólk vórðu dripin í eini kirkju. Álopsmaðurin, ein 21 ára gamal maður úr Tunesia, varð skotin av løgregluni, og hann liggur framvegis á sjúkrahúsi, har tað stendur um lív hjá honum. Pia 25 hevur ongar royndir á økinum, men nú vil hon hava náttúruupplivingar. Við sletu og videokamera ætlar hon sær at ganga gjøgnum tríggjar tjóðarparkir, um fjøll og 350 kilometrar á skíðum. Norsk náttúruraðsending. Stovnar undir Almannamálaráðnum gjørdu 15 fráfaringaravtalur, stovnar undir Heilsumálaráðnum gjørdu 10 fráfaringaravtalur, stovnar undir Uttanríkis og mentamálaráðnum gjørdu 15 fráfaringaravtalur, stovnar undir Umhvørvis og vinnumálaráðnum gjørdu 11 fráfaringaravtalur, stovnar undir Fíggjarmálaráðnum gjørdu 21 fráfaringaravtalur og ein stovnur undir Fiskimálaráðnum gjørdi eina fráfaringaravtalu frá 2014 til 2019. Landsgrannskoðanin mælir til, at stovnsleiðslur taka Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum við í viðgerðina, tá fráfaringaravtalur verða gjørdar. Niðurstøðan hjá Landsgrannskoðanini er, at í nógvum fráfaringaravtalum hava fólk ikki fingið løn fyri longri tíðarskeið, enn tey vildu havt fingið, um tey vórðu søgd úr starvi eftir vanligu reglunum. Ein tann kendasti politikarin í Íslandi, Steingrímur J. Sigfússon, hevur avgjørt ikki at stilla upp, tá altingsval verður næsta ár. Áðrenn hann var við til at stovna flokkin hjá teimum vinstru grønu, var hann í Al ýðubandalaginum, sum upprunaliga var kommununistiski flokkurin í Íslandi. Um línuskipini sigur Fiskamarknaðurin, at eitt er á Íslandsrygginum og tvey á landgrunninum. Tey fiska tosk, hýsu, longu og brosmu. Tey, sum fiska svartkalva, hava smáligan fiskiskap. Tað, sum fiskar havtasku, hevur brúkiligan fiskiskap, skrivar Fiskamarknaðurin. Fauci, sum hevur ein týðandi leiklut í at basa smittuni í landinum, hevur ávarað um, at okkurt munagott má henda í heilsuverkinum í USA. Fleiri enn 230.000 fólk í USA eru deyð av COVID 19. Fríggjadagin settu smittutølini í USA nýtt met, tá 98.000 nýggir tilburðir vórðu skrásettir hjá heilsumyndugleikunum. Donald Trump hevur verið fyri hvøssum atfinningum, tí hann hevur hildið stórar veljarafundir, har fólk hava staðið tætt, og nógv teirra hava ikki brúkt maskur. Hitt forsetavalevnið, Joe Biden, hevur funnist at veljarafundunum hjá Trump, og hevur skírt fundirnar at verða vandamiklar fyri smittugongdina. Fríggjadagin fingu næmingarnir í flokkinum 20 U á Glasi frálæru í amerikonskum politikki. Hetta var seinasti tímin undan forsetavalinum, sum verður í morgin. Norrøna, sum plagar at koma á Havnina úr Danmark, klokkan hálgvum átta mánamorgun, kemur ikki fyrr enn klokkan trý seinnapartin í dag. Í gjár, tveir dagar undan forsetavalinum, høvdu fleiri enn 93 milliónir fólk í USA longu atkvøtt, vísir eitt yvirlit hjá US Elections Project. Av teimum 93 milliónunum høvdu meira enn 59 milliónir fólk valt við brævi, og umleið 34 milliónir fólk hava atkvøtt á einum valstað. Myndugleikarnir í Washington fyrireika seg nú til, at ófriður fer at taka seg upp í sambandi við forsetavalið í morgin. Girðingar eru settar upp við Hvítu húsini og eisini við Trump Hotel í Washington. Og handilseigarar hava eisini sett plátur fyri handilsvindeyguni, skrivar ABC News á netinum. Í løtuni ganga næmingar skrúðgongu úr teimum ymsu skúlaeindunum í nýggja Skúlan á Fløtum í Hans Andriasargøtu við Landavegin í Havn. Nýggi skúlin verður tikin í nýtslu fimm ár eftir, at Venjingarskúlin og Tórshavnar kommunuskúli vórðu lagdir saman í Skúlan á Fløtum. Felags fyri fráfaringaravtalurnar hjá landinum er, at teimum, sum fáa tær, nýtist ikki at koma til arbeiðis frá tí degi, avtalan er gjørd. Tey eru fríttstillað, sum sagt verður. Nøkur starvsfólk skuldu lata teldur og annað aftur til stovnin, sum tey arbeiddu á, men onnur fingu teldur og telefonir uttan gjald. Í onkrum føri verður onnur løn mótroknað í fráfaringarlønini, um fólk fáa annað arbeiði hjá tí almenna í fráfaringartíðini. Fólk, sum eru í sama yrki, hava fingið ymsar avtalur um mótrokning. Landsgrannskoðanin mælir til, at stovnsleiðslur taka Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum við í viðgerðina, tá fráfaringaravtalur verða gjørdar, fyri at tryggja, at øll starvsfólkamál verða viðgjørd eins. Landsgrannskoðanin sigur eisini, at fólk, sum fáa fráfaringaravtalu, hava fakfelagsfólk ella advokat við, tá avtalan verður gjørd. Mótroknast skal í møguligum inntøkum frá øðrum arbeiðsgevarum, og stovnsleiðslur skulu brúka rundskrivið um burturbeining av KT útbúnaði um starvsfólk fáa arbeiðsamboð við sær í sambandi við fráfaringaravtalur. Eg spældi væl í evropeisku dystinum hjá B36, og tað vænti eg er orsøkin til, at eg eri úttikin, sigur Magnus Holm Jacobsen, sum ætlar at bíta seg fastan á A landsliðnum. Verjuleikarar Jóannes Kalsø Danielsen KÍ Gilli Rólantsson Sørensen Brann Bergen Viljormur Davidsen Vejle BK Ári Mohr Jónsson Sandnes ULF Rógvi Baldvinsson Bryne Heðin Hansen HB Sonni Ragnar Nattestad B36 Heini Vatnsdal KÍ Odmar Færø KÍ Miðvallarar Jóannes Bjartalíð KÍ Meinhard Egilsson Olsen GAIS Kaj Leo í Bartalstovu Valur Sølvi Vatnhamar Víkingur Gunnar Vatnhamar Víkingur Brandur Hendriksson Olsen Helsingborg Hallur Hansson AC Horsens Dan í Soylu HB Magnus Holm Jacobsen B36 Áleyparar Klæmint Andrasson Olsen NSÍ Andreas Lava Olsen Víkingur Patrik Johannesen KÍ Jóan Símun Edmundsson Arminia Bielefeld Jens Kjeld Jensen, sum vann umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins, hevur ikki hug at gera so nógv burtur úr sær sjálvum. Hann yndar at kalla seg ein danskan kokk ella ein fremmandaarbeiðara í Nolsoy. Helgi Abrahamsen, landstýrismaður í vinnumálum, stendur spyrjandi, nú Jacob Vestergaard, landstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur sett føtur í spenni, og vil hava nýggja havrannsóknarskipið skrásett sum fiskiskip heldur enn handilsskip, sum Sjóvinnustýrið vil. Vit kunnu ikki toyggja okkum longri, tí tað ber ikki til, at eitt felag skal seta seg fram um øll onnur, og aftur hesa ferð krevja meira enn hini. Vit kunnu ikki góðtaka ein ótálmaðan lønarvøkstur á almenna arbeiðsmarknaðinum. Fíggjarmálaráðið sigur, at høvdu sjúkrarøktarfrøðingarnir góðtikið semingsuppskotið, sum varð lagt fyri partarnar, hevði grundlønin verið 28.082 krónur, og endalønin hevði verið 36.355 krónur um mánaðin, tá viðkomandi hevur verið í starvi í 10 ár. Samráðingar eru torførar, men tá tær ikki bera á mál, hava báðir partar vunnið og tapt. Tað kann ikki bara vera ein vinnari, sigur Fíggjarmálaráðið um samráðingarnar við sjúkrarøktarfrøðingarnar. Í sambandi við Alla Halgannadag endursenda vit sendingina Hildin vera deyður , um vanlukkuna umborð á Krúnborg í 1986. Eitt myrkt og ófýsið vetrarkvøld í 1986 hendi ein álvarsom vanlukka umborð á nótaskipinum Krúnborg. Fyrsti stýrimaður Árni Jensen, fekk ein trossa í andlitið, sum knústi stóran part av høvdinum. Hvørki skipari ella manning vóru í iva um, at Árni var deyður. Um náttina varð Árni fluttur við tyrlu á sjúkrahús í Skotlandi. Í myndum og frásøgn lýsa Árni Jensen, kona hansara Maiken, skiparin Hans Jákup Davidsen og umboðsmaður Føroya í Onglandi Sofus Poulsen, hesa hending. Lagt til rættis Zacharias Hammer. Veljarar, sum vegna COVID 19 eru avbyrgdir, í sóttarhaldi ella heimauppihaldi, skulu ikki møta á valstaðnum sjálvan valdagin fyri at greiða atkvøðu til kommunuvalið. Atkvøðugreiðsla við brævi verður frá týsdegnum 3. november til mánadagin 9. november. Atkvøðuseðilin skal vera komin fram til valstaðið, áðrenn atkvøðugreiðslan byrjar tann 10. november. Veljarar, sum eru avbyrgdir, í sóttarhaldi ella heimauppihaldi, skulu seta seg í samband við avvarðandi kommunu ella valnevnd, soleiðis at valnevndin kann fyrireika, hvussu atkvøðugreiðslan við brævi skal fara fram. Sjúkrarøktarfrøðingarnir eru til reiðar at leingja undantøkini í sjúkrahúsverkinum, men treytin er, at sjúkrahúsverkið rindar 200 krónur um tíman fyri hvørt undantak til felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum. Hoyr samrøðu, sum Sigrún Brend gjørdi við Óluvu í Gong, forkvinnu í sjúkrarøktarfrøðingafelagnum, í útvarpstíðundunum klokkan 16. Í tíðindunum klokkan 17 verður meira at frætta um málið, og samrøða verður eisini við Margit Stórá, varastjóra í sjúkrahúsverkinum. Vit hyggja at teirri ávirkan, sum USA hevur havt á filmsframleiðslu og matvanar. Vit fáa vitjan av Birgiri Kruse, ritstjóra, og Leif Sørensen, kokki. Og fara vit yvir um hav til New York, har Regin Winther Poulsen, journalistur, fer at kunna okkum um tað nýggjasta úr USA dagin fyri valið. Sjúkrahúsverkið er undir sera stórum trýsti, nú Felagið Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar hevur kravt avgjald til felagið pr. starvsfólk fyri at fáa undantøk til akuttu tilbúgvingina undir verkfallinum. Felagið hevur fyrr í dag boðað Sjúkrahúsverkinum frá, at øll undantøk, ið verða givin frá klokkan 16 í dag, hava eitt avgjald á krónur 200 , pr. lim pr. tíma, ið fer til at fíggja útreiðslur í sambandi við verkfallið. Soleiðis sum verkfalsstøðan er í løtuni, svarar hetta til eina upphædd á umleið 80.000 krónur pr. døgn. Sjúkrahúsverkið hevur ikki heimild at gjalda pening fyri verkfallið til felagið sum kompensatión fyri undantøk til akuttu tilbúgvingina. Tí eru umleið 15 tænastumenn í Sjúkrahúsverkinum kallaðir inn á vakt. Hetta er tó als ikki forsvarligt, tí tænastumenninir verða noydd at taka yvir arbeiðsøkir, tey onki kenna til. Lív og heilsa hjá sjúklingum er tí sett í váða, og leiðslan í Sjúkrahúsverkinum kann tí als ikki góðtaka, at onki verður gjørt við støðuna. Vit vilja tí staðiliga heita á partarnar um at fara aftur til samráðingarborðið ella at politiska skipanin tekur um endan. Tað er óhoyrt fyri eitt framkomið samfelag at enda í slíkari óforsvarligari støðu. Fyri at núverandi støðan ikki skal endurtaka seg hvørja ferð sáttmálasamráðingar eru, er tað alneyðugt at fáa eina neyðtilbúgving í sáttmálan, soleiðis at Sjúkrahúsverkið og harvið føroyskir sjúklingar ikki koma í somu støðu aftur, sigur sjúkraverkið í tíðindaskrivinum, sum kom fyri løtu síðani. Langt áðrenn fótbóltslandsliðið vann á Eysturríki í Landskrona, Pál Joensen vann EM silvur í svimjing, og Sverri Sandberg Nielsen gjørdist evropameistari í rógving, so settu parasport luttakararnir Føroyar á altjóða ítróttarheimskortið. Føroysku luttakararnir vunnu HM og OL heiðursmerkir undir føroyskum flaggi, og fríggjadagin varð 40 ára stovningardagurin av Ítróttarsambandi teirra brekaðu, sum nú eitur Parasport Føroyar, hátíðarhildin á Panorama á Hotel Hafnia í Havn. Og nógv av teimum, sum løgdu lunnar undir ÍSB í 1980, vóru har. Jógvan Egga Jensen, sum hevur verið formaður í ÍSB og Parasport Føroyum øll 40 árini. Jón á Steig, lækni, sum eisini sat í fyrstu nevndini hjá ÍSB. Jóhan Samuelsen og Katrin Johansen, sum nú eitur Dagbjartsdóttir til eftirnavn. 24 kend nøvn vóru á listanum hjá landsliðsvenjaranum, tá hann úttøk landsliðið til dystirnar móti Litava, Lettlandi og Malta. Men har var eisini eitt spildurnýtt navn í A landsliðshøpi. Magnus Holm Jacobsen, ið spælir á verjukenda miðvøllinum, hevur eyðsýndar eginleikar, sum kunnu nýtast á landsliðnum, heldur venjarin. Eg bleiv nokk so kløkkur, tá eg fekk tað at vita, viðgongur 20 ára gamli Magnus Holm Jacobsen úr B36, sum er úttikin til A landsliðið fyri fyrstu ferð. Eg spældi væl í evropeisku dystinum hjá B36, og tað vænti eg er orsøkin til, at eg eri úttikin, sigur Magnus Holm Jacobsen, sum ætlar at bíta seg fastan á A landsliðnum. Føroyar skulu spæla tríggjar dystir næstu vikurnar allir á útivølli. Fyrst er tað ein vinardystur móti Litava 11. november, og síðani Nations League dystirnir móti Lettlandi 14. og Malta 17. november. Størsta avbjóðingin hjá landsliðsvenjaranum er, at báðir sentralu miðvallararnir, Hallur Hanson og Brandur Hendriksson Olsen, eru leikbannaðir til dystin móti Lettlandi. H kan Ericson kann tó fegnast um, at málverjin Gunnar Nielsen aftur er tøkur eftir at íslendsku korona reglurnar hava forðað honum í at spælt á landsliðnum. Verjuleikarar Jóannes Kalsø Danielsen KÍ Gilli Rólantsson Sørensen Brann Bergen Viljormur Davidsen Vejle BK Ári Mohr Jónsson Sandnes ULF Rógvi Baldvinsson Bryne Heðin Hansen HB Sonni Ragnar Nattestad B36 Heini Vatnsdal KÍ Odmar Færø KÍ Miðvallarar Jóannes Bjartalíð KÍ Meinhard Egilsson Olsen GAIS Kaj Leo í Bartalstovu Valur Sølvi Vatnhamar Víkingur Gunnar Vatnhamar Víkingur Brandur Hendriksson Olsen Helsingborg Hallur Hansson AC Horsens Dan í Soylu HB Magnus Holm Jacobsen B36 Áleyparar Klæmint Andrasson Olsen NSÍ Andreas Lava Olsen Víkingur Patrik Johannesen KÍ Jóan Símun Edmundsson Arminia Bielefeld Allir næmingarnir á Húsarhaldsskúla Føroya á hesum skeiðnum eru gentur. Tær hava júst verið úti og fiskað við Draganum, ið virkar sum skúlaskip í Klaksvík. Tær fingu nokkso fitt og nú ger helvtin av næmingunum fiskafrikadellur til døgurða. Hin helvtin er uppi í skúlastovuni og hevur teori um føðslu. Á hesum túrinum á Húsarhaldsskúlanum eru vit eisini saman við teimum á Syðradali, tá næmingarnir taka upp eplir og mairøtur og ikki minst tá tær fletta saman við bóndanum. Endamálið er at læra alt frá grundini av. Síðani fara tær at gera blóðpylsu, rullupylsu og annað av seyðinum og hava føroysk epli og røtur afturvið. Jóhanna á Tjaldrafløtti, skúlastjóri á Húsarhaldsskúlanum, sigur, at stórur dentur verður lagdur á, at næmingarnir læra um føroyska matmentan og um okkara tilfeingi. Harafturat læra tær um kroppin, um heilsu og rørslu, alskins handarbeiði, so sum at gera síni egnu føroysku klæði, at seyma, glaslist, silvurarbeiði og annað Hugtakandi er at hoyra Jóhonnu á Tjaldrafløtti greiða frá søguni hjá skúlanum. Um undangongukvinnurnar, ið løgdu lív og sál í at fáa ein húsarhaldsskúla. Nú er so avgjørt at byggja nýggjan húsarhaldsskúla í Klaksvík og væntandi verður arbeiðið boðið út um ársskiftið. Hetta fer at geva heilt aðrar møguleikar, bæði fyri húsarhaldsskúlan sjálvan og fyri tað skeiðsvirksemi, ið skúlin skipar afturat sjálvum húsarhaldsskeiðnum. Tær, sum vit tosa við á túrinum á Húsarhaldsskúla Føroya, eru Birita við Gil, Kamilla Enomoto, Sólva í Niðristovu Olsen, Jórun Andreasen, Bjørk Joensen, Halda Rasmussen, Jóhanna á Tjaldrafløtti, Sólva J. Joensen, Anna Arnholdsdóttir, Rebekka Højsted, Poulina Eliasen, Elinborg Osvaldsdóttir, Albjørg Joensen, Maigunn Berg, Gudrun Bláskor, Sóley Jacobsen, Poulina Brim Joensen, Naomi Petersen, Jakobina Petersen og Anna Jóna Johansen Tað var niðurstøðan, tá Jógvan Egga Jensen fekk heiðurskrossin frá ÍSF í sambandi við, at Ítróttarsamband teirra brekaðu, sum nú eitur Parasport Føroyar, hátíðarhelt sín 40 ára stovningardag. Egga Jensen var við til at stovna ÍSB og hevur verið formaður øll 40 árini. Ein ítróttar og undangongurmaður vóru millum lýsingarorðini. Í sambandi við 40 ára stovningardagin hjá ÍSB, sum nú eitur Parasport Føroyar, fekk Jógvan Egga Jensen, formaður, heiðurskrossin frá Ítróttarsambandi Føroyar sum er hægsta viðurkenning, tú kanst frá ÍSF. Egga Jensen er tann sætti, ið hevur fingið heiðurskrossin frá ÍSF. Hinir eru Jógvan Arge, ítróttafrásøgumaður og fyrrverandi forseti ÍSF Hans Holm, venjari og kappingarstjóri í hondbólti eitt mannaminni Tórleif Sigurðsson, formaður í Fótbóltssambandi Føroya Sverre Midjord, faraformaður og stjórnarlimur í ÍSF í ein mansaldur Heðin Mortensen, forseti 1980 2008 Um línuskipini sigur Fiskamarknaðurin, at eitt er á Íslandsrygginum og tvey á landgrunninum. Tey fiska tosk, hýsu, longu og brosmu. Um útróðurin verður sagt, at streymurin batnar sum vikan gongur, men veðrið verður einki serligt. Tvey garnaskip fiska svartkalva og eitt fiskar havtasku. Tey, sum fiska svartkalva, hava smáligan fiskiskap. Tað, sum fiskar havtasku, hevur brúkiligan fiskiskap, skrivar Fiskamarknaðurin. Men ruðulleiki var eina løtu seinnapartin, tá Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar kravdu 200 krónur um tíman fyri hvørt undantakið. Eisini var ógreitt eina løtu seinnapartin í gjár, um øll undantøk vórðu tikin aftur, tá sjúkrahúsverkið vísti hesum kravinum frá sær. Sjúkrahúsverkið kallaði 28 tænastumenn inn, sum í nógvum førum eru yvirlæknar, men Óluva í Gong, forkvinna í felagnum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, vísti aftur, at tey høvdu biðið teirra limir fara til hús. Júst hvør stjórnin er, sum sambært Óluvu í Gong hevði givið boðini til sjúkrarøktarfrøðingarnar um at fara heim, visti forkvinnan hjá sjúkrarøktarfrøðingunum ikki at siga í gjárkvøldið. Skothendingar vóru á seks ymsum støðum í miðbýnum í Wien. Higartil eru trý fólk deyð av løstunum, umframt gerningsmaðurin, sum løgreglan skeyt. Yvirgangsmaðurin var ílætin ein bumbuvest, sum løgreglan í Wien seinni segði var ein eftirgjørdur vestur. Minst 15 onnur fólk eru løgd inn á sjúkrahúsið við skotløstum. Sambært borgarstjóranum í Wien, Michael Ludwig, er støðan álvarsom hjá sjey teirra. Tað er framvegis ógreitt, um gerningsmaðurin framdi atsóknina einsamallur. Tær fyrstu fráboðanirnar søgdu, at tað vóru fleiri gerningsmenn. Í nátt søgdu myndugleikarnir, at tey framvegis leitaðu eftir einum øðrum møguligum gerningsmanni. Eysturríkski kanslarin, Sebastian Kurz, segði, at hetta álopið var uttan iva eitt yvirgangsálop, og álopið var sera professionelt lagt til rættis. Løgreglan hevur fingið túsundstals videobrot sendandi frá fólkum, ið sóu hendingarnar í gjárkvøldið, og løgreglan kannar tær upptøkurnar nú. Løgreglan í Wien sigur í Twitter boðum í morgun, at motivið fyri álopið í eysturríkska høvuðsstaðnum í gjárkvøldið helst er islamistiskt. Forsetavalið í USA er í dag. Sambært U.S. Elections Project , hava 98 milliónir amerikanarar longu greitt atkvøðu, av teimum umleið 240 milliónunum, sum hava valrætt til valið í dag. Sambært heimasíðuni FiveThirtyEight , sum greinar veljarakanningar, vísa hagtølini, at Biden er favorittur at vinna, og at Trump bara hevur 10 prosent møguleika fyri at endurvinna forsetasessin. FiveThirtyEight leggur kortini dent á, at tað bara eru fáir marginalar, ið skulu broytast fyri hendan myndin broytist heilt nógv, og at tað verður nógv tættari enn síðstu veljarakanningarnar benda á. Víst verður á, at í 2016 vístu veljarakanningarnar at Hillary Clinton fór at vinna, men hetta hendi sum kunnugt ikki. Harafturímóti vísa veljarakanningarnar, at Biden stendur seg sterkari enn Hillary Clinton í øllum svingstatunum, sum ikki hava siðvenju at velja sama flokk. Valevnini bæði, Donald Trump og Joe Biden, endaðu báðir teirra valstríð í tveimum av svingstatunum í nátt okkara tíð. Donald Trump Michigan og Joe Biden í Pennsylvania. Settar eru av 80 milliónir krónur í 2023 og 2024 til at keypa vaktarskip og gera neyðugar tillagingar og viðlíkahald, nú Tjaldrið er vorðið gamalt og ótíðarhóskandi. Fiskimálaráðið svarar Fíggjarnevndini, at ætlanin at útvega vaktarskip er ongan veg komin enn. Samskifti hevur verið við fólk í vinnuni, sum kunnu standa fyri at keypa skip. Fíggjarnevndin spurdi eisini Fiskimálaráðið um Jákup Sverra, sum skal leigast út til millumlanda gransking. Men hetta verður tó neyvan í 2021. Nám skal brúka 20 milliónir krónur um árið næstu trý ella fýra árini afturat verandi játtan, skal alt undirvísingartilfar í fólkaskúlanum og í miðnámi vera føroyskt. BankNordik hevði 156 milliónir krónur í yvirskoti fyri skatt í triðja ársfjórðingi í ár. Í triðja ársfjórðingi í fjør var yvirskotið 201 millión. Útlánini fóru úr tíggju milliardum triðja ársfjórðing í fjør niður í 9,8 milliardir. Innlánini fóru úr 13,6 milliardum niður í 12,9 milliardir. Tó er mynstrið broytt nakað seinastu tíðina. Alsamt fleiri keypa ella byggja bústað uttan fyri høvuðsstaðarøkið, sigur BankNordik. Fekst tú ikki øll tølini við í dekkninginum síðstu tveir mánaðirnar Fá yvirlit og kava niður í øll tølini, nú kommunuvalið nærkast. Hent at vita Allur grafikkurin í greinini er samvirkin, og tú kanst trýsta á tey ymisku yvirlitini og punktini, vilt tú síggja neyv og útgreinað tøl. Tilmælið er, at kampus, universitetsøkið, verður á Frælsinum, har sum Venjingarskúlin er, í Nóatúni og á Debesartrøð oman til J.C. Svabos gøtu. Uttanríkis og Mentamálaráðið sigur við Fíggjarnevndina hjá løgtinginum, at tað hevur ætla at biðja um pengar til ein samskipara ella skrivara at arbeiða við kampusætlanini, tí hetta er ein serliga umfatandi verkætlan, sum hvørki ráðið ella Fróðskaparsetrið hava orku til at arbeiða við. Hetta er svarið, sum Fíggjarnevndin fekk úr Almannamálaráðnum, tá nevndin undraðist á, hví biðið verður um 4,9 milliónir krónur minni til barnavernd í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2021. Fíggjarnevndin hevur fingið at vita, at 23 milliónir krónur í hækkingini í játtanini næsta ár stava frá slíkum kostnaðarmiklum einstaklingsfyriskipanum, ella serligum viðurskiftum. Seinast, smittan varð funnin í Føroyum, var 30.oktober, tá var ein tilburður, og næstseinast var 26.oktober, tá fýra tilburðir vóru. Forsetavalið hesa ferð er øðrvísi. Eitt er, at ein alheimsfarsótt setir dagsskránna, og tað hevur fingið yvir 100 milliónir amerikanarar at velja frammanundan. Hetta er fyrst og fremst eitt val fyri og ímóti Donald Trump, staðfestir Regin Winther Poulsen, journalistur, sum starvast í New York. Samstundis er stórur politiskur munur á, um republikanarin Donald Trump verður afturvaldur sum forseti, ella um demokratiski avbóðarin Joe Biden vinnur. Tað er ógvuliga stórur munur á teimum politiskt, staðfestir Regin Berg, stjórnmálafrøðingur, bæði tá tað kemur til uttanríkispolitikk, búskaparpolitikk, korona tilbúgving, veðurlagspolitikk og heilsupolitikk, umframt virðispolitikkin. Saman við Regini Berg gjøgnumganga vit høvuðsmunirnar á forsetavalevnunum politiskt, og vit fáa eina løtumynd úr New York, har fólk óttast ófrið eftir valið, sama hvussu úrslitið verður. Samrøða við Hera Joensen. Ósemjan millum Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum og sjúkrarøktarfrøðingarnar versnaði í gjár, tá fakfelagið setti sum treyt, at skuldu undantøkini í verkfallinum leingjast, skuldi Sjúkrahúsverkið rinda felagnum 200 krónur fyri hvønn arbeiðstíma hjá sjúkrarøktarfrøðingum, sum høvdu fingið undantak. Og eina løtu valdaði ruðuleiki í sjúkrahúsverkinum, tá nakrir sjúkrarøktarfrøðingar fóru av verkfalsraktu deildunum, og tænastumenn, flestu yvirlæknar, vórðu boðsendir til arbeiðis. Men klokkan hálvgum seks í gjárkvøldið játtaði Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar at leingja undantøkini til klokkan trý seinnapartin í dag. Semingsmenninir høvdu fyrrapartin fund við felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, sum eru í verkfalli, og niðurstøðan var, at teir ætla at leggja nýtt semingsuppskot fyri partarnar í kvøld. Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur við útvarpið, at samskiftið, sum semingsstovnurin hevur havt við partarnar í sáttmálatrætuni, hevur ikki víst, at partarnir hava flutt seg. Hinvegin hava semingsmenninir vónir um, at partarnir kunnu taka av einum semingsuppskoti, sum teir kunnu liva við, sum Terje Sigurðsson málber seg. Terje Sigurðsson sigur, at hann hevur skilt, at sjúkrarøktarfrøðingarnir fara at leingja undantøkini, sum vórðu givin í gjárkvøldið, eitt samdøgur aftrat. Tey fara annars úr gildi klokkan trý seinnapartin. Fólk, sum koma til Føroya, skulu tvingast at vera í sóttarhaldi heima í seks dagar, og tey skulu tvingast at taka eina roynd aftur sætta dagin. Tað er einasti háttur at tryggja, at koronufarsóttin ikki aftur fær fastatøkur í Føroyum, tí fólk virða ikki tilmælini, sigur Christian Andreasen, løgtingsmaður og formaður í rættarnevndini. Korona er farin at ganga í fólkatinginum, og tað hevur millum annað við sær, at spyrjitímin, har fólkatingslimir seta forsætisráðharranum ófráboðaðar spurningar, er avlýstur í dag. Millum teirra, sum ætlaðu at spyrja Mette Frederiksen, var Magnus Rasmussen, sum hevur tikið sæti á fólkatingi fyri Edmund Joensen, ið er í farloyvi. Skotski trúboðin William Gibson Sloan, sum á fyrsta sinni kom til Føroyar í 1865 at prædika evangeliið, virkaði her á landi í 15 ár áðrenn hann sá tað fyrsta veruliga úrslitið av sínum arbeiði. Við tí primitiva ferðaneti, sum tá var, ferðaðist hann um alt landi, har hann undir húsahornum og inni í roykstovum sang og kunngjørdi evangeliið fyri bygdafólkinum. Tey fyrstu árini búsettist hann ikki í Føroyum, men ferðaðist nógv millum Føroyar og Hetland, sum eisini var hansara evangeliska virkisøki. Men seinni sá hann tað vera neyðugt at festa búgv í Føroyum. Í 1879 byggir Sloan møtisal í Havnini. Hetta er á Tinghúsvegnum, beint yvir av Tinghúsinum ella har Klubbin og Havnar Bio eru í dag. Hann gav salinum navnið Ebenezer, men millum manna varð salurin róptur Sloans salur. Hetta var fyrsti evangeliski møtisalur í Føroyum. Nú kundi Sloan hava reglulig evangelisk møti og sunnudagskúla í egnum hølum í Havn, men enn væntaði regluligt samkomuvirki innan brøðrasamkomuna í Føroyum. Ímillum smádreingirnar, sum komu í sunnudagsskúla hjá Sloan, vóru brøðurnir Janus og Hans Andrias Djurhuus og Kristin í Geil. Sannlíkt er, at smádrongurin William Heinesen eisini er komin har. Hetta var fyrsti sunnudagsskúli í Føroyum, og hann hevur hildið á líka til í dag, og er framvegis í Ebenezer, sum er framhald av Sloans Sali. William Gibson Sloan innrættaði sær íbúð í salinum, har hann húsaðist einsamallur inntil hann giftist. Leygardagin 31. oktober eru 140 ár liðin síðani fyrsti dópur innan brøðrasamkomuna í Føroyum fór fram. Sunnumorgunin 31. oktober í 1880 fór ein tilburður fram í Havn niðri við ósan og sandin á Eystaru vág, tað sum vit í dag kalla á Kongabrúnni. Tveir menn fara gangandi út eftir sandinum og vaðandi út á sjógv. Annar er kendi Havnamaðurin Andrias Isaksen, vanliga róptur Dia i Geil, og hin er enskur trúboði, sum starvaðist eitt skifti í Føroyum saman við Sloan. Dia í Geil var komin til persónliga trúgv, og nú ynskti hann, eftir síni egnu persónligu játtan av trúgv at lata seg doypa sum sín persónliga vitnisburð um deyða og uppreisn Kristusar. Tað var hesin enski trúboðin, sum doypti Dia henda sunnumorgunin, tí Sloan var ikki staddur í havn um hetta mundi. Hetta sum fór fram á Eystaru vág í Havn hendan sunnumorgunin 31. oktober í 1880 vakti mikla øsing millum fólk, bæði í Havn og um alt landið, men við hesum byrjaði tað regluliga samkomuvirki hjá Brøðrasamkomuni í Føroyum, sum gjørdist størsta frísamkoma uttan fyri fólkakirkjuna. Sostatt eru tað 140 ár í november mánaða, at brøðrasammkoman byrjaði sítt fasta og regluliga samkomuvirki í Føroyum. Tvær bøkur eru skrivaðar um William Gibson Sloan, ein á føroyskum, ein á enskum og ein av fyrstu døgunum kemur bók út á týskum máli um Føroya Trúboðaran William Gibson Sloan. Sambært Hagstovuni er minkingin 11 prosent, tá talan er um føroyingar, 22 prosent færri danir hava gist og 75 prosent aðrir útlendingar. Sambært tíðarætlanini hjá Landsverki tekur tað 502 dagar at projektera eitt sambýli og 527 dagar at byggja tað, sigur Almannamálaráðið um sambýli á Mýrini. Sambýlið á Mýrini í Hoyvík er um at verða liðugt projekterað. Jørðarbeiðið verður boðið út í næstum, og eftir ætlan verður farið undir byggingina næsta vár, og flutt verður inn í 2022. Í sambýlinum verður pláss fyri 18 fólkum við menningartarni. Upplýst verður, at heimið til børn og ung við autismu, sum skal byggjast í Kvíggjartúni á Argjum, verður umprojekterað og boðið út aftur nú. Tilboðini verða latin upp í desember. Letter To You nevnist nýggja plátan hjá The Boss, Bruce Springsteen. Og tað ber illa til at siga annað enn, at tað glógvar bæði væl og virðiliga í 71 ára gamla amerikanska sangaranum og sangskrivaranum. Plátan, sum er innspæld upp á fýra dagar saman við The E Street Band, er framúrskarandi. Fjórði hvør sangur í sendingini eru ein sangur av Letter To You . Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur givið Sjúkrahúsverki Føroya øll tey undantøk, sum tey hava biðið um til komandi samdøgur. Undantakini eru givin, nú bíðað verður eftir, at Semingsstovnurin handar pørtunum eitt semingsuppskot í kvøld. Eftir ætlan skulu partarnir svara semingsuppskotinum fyrrapartin í morgin. Freistin at søkja úr hjálparpakka 3 er farin, og 47 umsóknir eru komnar. 40 milliónir krónur eru settar av í hesum hjálparpakkanum, og hvørt samtak kann fáa í mesta lagi 10 milliónir krónur Christian Andreasen, løgtingsmaður og formaður í rættarnevndini, hevur mælt til at tvinga fólk, sum koma til Føroya, í sóttarhald í seks dagar, og at tvinga tey at lata seg kanna sætta dagin. Hvussu nógv fólk fara at starvast á stovninum, verður ikki greitt, fyrr enn fígging er fingin til vega, væntandi 1. januar, tá fíggjarlógin er avgreidd. Men Jacob Vestergaard sigur, at miðast skal eftir at seta tveir veðurfrøðingar í fyrstu syftu, umframt starvsfólk, sum eru neyðug at veita og menna tænastuna. Arbeiðið at menna stovnin verður eftir ætlan í neyvum samstarvi millum serfrøðingabólkin og umboð fyri Fiskimálaráðið, Vørn ella Havstovuna. Jacob Vestergaard dugir ikki at siga, nær veðurstovnurin fer til verka, men arbeiðið at menna tænastuna byrjar sum skjótast, eftir at fígging er fingin til vega, sigur hann. Heini í Skorini, adjunktur í altjóða politikki á Fróðskaparsetrinum, heldur, at við tíðini kann tað fáa ávirkan á altjóða felagskapir og avtalur, um amerikanarar velja Trump ella Biden til forseta í kvøld. Seinnu árini hevur støðan annars verið spent millum USA og Kina og Russland, sum Føroyar útflyta til. Í mun til amerikansku viðurskiftini við júst Kina og Russland tykjast Trump og Biden kortini ikki at hava hvør sína kós. Úrslitið í sjey statum framvegis ikki greitt. Tað er í Nevada, Wisconsin, Arizona, Michigan, Pennsylvania, North Carolina og Georgia. Pennsylvania gevur 20 valfólk Michigan 16 valfólk Georgia 16 North Carolina 15 Arizona 11 Wisconsin 10 valfólk og Nevada gevur 6 valfólk Í Wisconsin, Michigan og Pennsylvania hava myndugleikarnir boðað frá, at tað kann taka drúgva tíð áðrenn allar brævatkvøðurnar eru upptaldar. Klokkan 6 30 í morgun vóru 64 prosent av atkvøðunum taldar, og tá var Donald Trump á odda við 650.000 atkvøðum. Hann er á odda 56,6 prosentum og Biden hevur 42,1 prosent av atkvøðunum higartil í Pennsylvania. Eftir at at telja allar brævatkvøðurnar. Trump hevur vunnið næststørsta statin, Texas. 81 prosent av atkvøðunum eru upptaldar, og Trump er á odda við 5,7 prosentstigum. Texas gevur 38 valfólk. Biden sigur heldur seg vera á røttu leið at vinna valið. Tað segði hann í talu tíðliga í morgun føroyska tíð í Wilmington í Delaware, har hann hevur fylgt við uppteljingini. Tað eru hvørki eg ella Trump, ið skulu siga, hvør er vinnari tað er amerikanska fólkið, segði Joe Biden. Men Biden var ikki liðugur við talu sína, áðrenn Trump svaraði aftur á Twitter. Vit eru greitt á odda, men tey royna at stjala valið. Vit fara ongantíð at lata tey gera tað. Tað kann ikki atkvøðast eftir at atkvøðukassarnir eru stongdir, skrivar Trump á Twitter fyri løtu síðani. Hann ávarar samstundis um, at hann skjótt fer at koma við eini fráboðan. Twitter hevur fjalt seinna partin av tweetinum hjá Donaldi Trump um, at Joe Biden og hansara fólk royna at stjala valið. Twitter skrivar, at nakað ella alt innihaldið í hesum tweetinum er ikki í lagi, og kann vera villleiðandi kunning um, hvussu tú fert á val ella ert við í øðrum samfelagstilgongdum . Hetta er ikki fyrstu ferð, at Twitter viðmerkir boð frá forsetanum. Síðstu nátt viðmerkti Twitter aftur, tá Trump skýrdi avgerðina hjá hægstarætti fyri vandamikla, at lata sving statin, Pennsylvania, telja upp sínar atkvøður eftir forsetavalið. Men serfrøðingar hava víst aftur, at brævatkvøður, sum verða senda við posti, elva til valsvik. Donald Trump hevur eisini sagt fleiri ferðir, at hann fær at síggja, um hann vil góðtaka valúrslitið um hann tapir. Semingsstovunurin hevur givið pørtunum í sáttmálatrætuni millum Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar og lønardeildina í Fíggjamrámaráðnum freist til á middegi í dag at boða frá síni støðu um ymiskar orðingar í einum møguligum sáttmála. Semingsstovnurin gav í gjárkvøldið pørtununum nakrar ásetingar í sáttmálanum, sum tey skuldu taka við heim at tosa um. Tey skulu svara á middegi í dag. Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur í morgun, at tá hann hevur fingið svar frá pørtunum, kemur møguliga eitt semingsuppskot á borðið. Er áhugi fyri grótinum, eru framvegis stórar nøgdir av gróti tøkar á Gomlurætt og í Traðardali, hevur Fíggjarnevndin fingið at vita. Í dag býr ongin á Slættanesi, men enn eru mong, sum minnast hvussu gerandisdagurin var har. Í sendingini hitta vit tvær kvinnur, sum búði á Slættanesi og vit vitja bygdina, har tey fáu húsarhaldini knossaðust við at fáa ein truplan gerandisdag at bera til. Prátað verður eisini við fjallmennirnar úr Sandavági, sum vóru á fjalli við bygdina í fjør. Ein hugnalig sending við farljóði úr eini farnari tíð. Sendingin er frá mars 2006. Lagt til rættis Zacharias Hammer. Tjóðveldi mælir til at broyta lógina um ræði á málum og málsøkjum, so løgregla, ákæruvald og brotsmálaumsorgan og landslæknaembætið, eftirlit við heilsustarvsfólkum og stovnum á heilsuøkinum, sjúkufyribyrging, sinnissjúkraviðurskifti, líkskoðan, vevnaðarflutningur, euforiserandi evni, sjúklingarættindi og eftirgjørdur gitnaður koma undir føroyskt ræði. Tá Donald Trump, forseti, helt røðu í Hvítu húsunum í morgun, segði hann, at hann er til reiðar at fara í hægstarætt at steðga tí, sum forsetin sigur er valsvik. Heri á Rógvi, búskaparfrøðingur, sum var gestur í Morgunsendingini í útvarpinum í morgun, sigur, at tað, sum hendir nú, samsvarar væl við tað, sum nógv væntaðu, at Trump fór at gera. Kanningardeildin hjá løgregluni kannar eitt mál um rúsevni, sum í síðstu viku 29.okt. vórðu funnin í skúlagarðinum í Sandoyar Meginskúla. Nú verða tiltøk sett í verk, og fundur verður við foreldur og næmingar seinni í mánaðinum, har SSP samstarvið verður við, sigur skúlastjórin. Stutt eftir vóru boð eftir kanningardeildini at koma umborð á strandfaraskipið Teistan, har ein pakki var, sum rúsevni helst vóru í. Tað vísti seg, at eitt fólk var farið á Gomlurætt og hevði lagt pakkan á hillina umborð á Teistanum, og tá Teistin kom til Skopunar, skuldi onkur so fara umborð eftir pakkanum. Løgreglan kannaði pakkan, og kundi staðfesta, at rúsevni vóru í, sigur Heri Andreassen, leiðari á kanningardeildini hjá løgregluni. Skúlin á Fløtum er skipaður sum sjey oyggjar, og felagsøkið bindur næmingarnar saman, sigur Inga Katrin Winther, arkitektur, sum hevur teknað skúlan. Løgini hesuferð. Tað verður ikki tosa nakað serligt um politikk her, tí tað er nakað, sum tú bara tosar við tíni nærmastu um. Onkursvegna er politikkur eitt sindur tabu her í Las Vegas. Fyri 34 árum síðani kom Joel Cole á fyrsta sinni til Føroya. Tá var tað sum skiftisnæmingur í Klaksvík, men hann hevur trivist so væl í Føroyum, at hann øll árini hevur ferðast higar, inntil hann í 2011 setti búgv í Føroyum. Eg gangi á fjall, dugi at fletta, skjóti fugl og so dámar mær eisini allan føroyskan mat. Kanska eri eg blivin nokkso føroyskur, tí eg havi funnið útav, at eri farin at spyrja fólk, sum eg hitti fyrstu ferð, hvaðani tey eru og um teirra eftirnavn. Og tað er týpiskt føroyskt, heldur Joel Cole skemtiliga fyri. Hetta er 119.000 krónur fyri hvønn bygning, sum verður mett at vera alt ov lítið, sigur Fíggjarnevndin hjá løgtinginum. Landsverk sigur, at stovnurin hevur avgjørt í fyrstu atløgu einki at gera við tíggju bygningar, tí standurin er so mikið vánaligur, og serlig játtan má til. Tað er felagið M og S Strendur, sum hevur keypt norska frystilínuskipið Østerfjord. Skipið skal avloysa Kamb, sum felagið hevur selt til Vestmanna. Frammanundan er tað bara eitt línuskip í landinum, sum hevur dragibrunn, og tað er Klakkur, sum eisini er keyptur úr Noregi. Klakkur kom til Føroya 9. januar. Á skránni eru røður og sangframførslur, og eisini verður okkurt til matna. Møguleiki verður eisini at sleppa umborð at síggja nýggja skipið. Vit hoyra góðan tónleik, gloymdan tónleik og verk eftir tónaskøld, ið ofta standa í skugganum av øðrum og tískil ikki koma á konsertskráir ella í útvarpslurtið. Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki, bjóðar vælkomið í tjaldinum við tunnilsmunnan, og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, heldur røðu. Dalstunnilin verður 2.200 metrar langur og átta metrar breiður. Eisini skulu gerast 150 metrar av vegi Húsavíkarmegin og 100 metrar av vegi Dalsmegin, og haraftrat skulu tilsamans 2.500 metrar av vegi breiðkast. Donald Trump skal helst vinna Michigan, Pennsylvania, North Carolina og Georgia, um hann skal tryggja sær fýra ár aftrat í Hvítu húsunum. Landsstýrismaðurin í vinnumálum bíðar eftir, at løgtingið skal avgreiða málið, so hann aftur fær heimild at steingja matstovur og skeinkistøð, verður tað neyðugt. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum skal nú fáa heimild at áseta fiskidagar í kunngerð. Higartil hevur skipanin verið tann, at løgtingið hevur samtykt fiskidagarnar, sum síðani eru ásettir í lógini. Skipanin um at flyta óbrúktar fiskidagar til fiskiárið eftir, heldur fram, men í framtíðini verður tað landsstýrismaðurin, sum setur skipanina í verk við kunngerð. Skipanin við livradøgum, har fiskifør fáa eyka fiskidagar, um tey avreiða livur, heldur fram, og hon verður víðkað til eisini at fevna um annan innvøl. Og skotið verður upp at broyta skipanina fyri útróðrarbátar undir 15 tons, soleiðis at opnir, føroyskt bygdir bátar, verða tiknir úr fiskidagaskipanini og skipaðir í ein nýggjan bólk fyri seg. Landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, fer at seta ein arbeiðsbólk, sum skal gera eina koppsetingarætlan fyri koronu. Arbeiðsbólkurin skal millum annað koma við tilmælum um, hvussu farast skal fram, tá koppingarevnið er tøkt í Føroyum, eitt nú hvussu nógv skulu koppsetast, og hvør skal hava tilboðið fyrst. Arbeiðsbólkurin verður settur í næstum, so ætlanin kann vera liðug, tá koppsetingarevnið verður tøkt, sigur Heilsumálaráðið í tíðinaskrivi. Enn er einki koppingarevni góðkent, men føroyingar kunnu tó vænta sær tilboð um koronukoppseting í somu løtu, sum svenskt bretski heilivágsrisin, AstraZeneca, fær góðkent sítt koppingarevni. Koppingarevni ímóti Covid 19 verða støðugt roynd, og ávísar heilivágsfyritøkur eru so sannførdar um síni royndarúrslit, at tær longu eru farnar undir hópframleiðslu av koppingarevni. Ein teirra er AstraZeneca. Danski Serumstovnurin hevur gjørt avtalu við fyritøkuna um veiting av koppingarevni. Tað verður væntandi á goymslu í Danmark longu í næsta mánað. Onki koppingarevni verður tó útflýggjað, fyrr enn tað er góðkent, men verður tað góðkent, eru Føroyar tryggjaðar somu veitingartrygd sum Danmark. Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, vónar, at effektiv koppingarevni skjótt verða góðkend at brúka, og hann leggur dent á, at tað ræður um at vera fyrireikaður til ta tíð. Semingsstovnurin er givin við royndunum at fáa sjúkrarøktarfrøðingarnar og lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum at semjast um nýggjan sáttmála. Hann vil ikki siga, hví teir eru givnir við royndunum at fáa partarnar at semjast, men hann sigur so mikið, at tveir partar skulu til fyri at semjast. Fyrrapartin segði Terje Sigurðsson, semingsmaður, at tá hann hevði fingið svar frá pørtunum, kom møguliga eitt semingsuppskot á borðið. Men svarið ella svarini góvu ikki grundarlag fyri at leggja nakað semingsuppskot fram, og tí eru semingsmenninir givnir við royndunum at finna semju millum lønardeildina og sjúkrarøktarfrøðingarnar. Sjúkrarøktarfrøðingarnir hava givið Sjúkrahúsverkinum øll tey undantøk, ið tey hava biðið um, og tað er galdandi til klokkan klokkan trý seinnapartin í morgin. Jan Mortensen, stjóri á lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum sigur, at tey hava staðfest, at royndin hjá semingsmonnunum bar ikki á mál, og fleiri viðmerkingar hevur hann ikki. Í Fíggjarmálaráðnum fara at umrøða støðuna, sigur hann, og vísir á, at Fíggjarmálaráðið góðtók semingsuppskotið, sum semingsmenninir løgdu fyri partarnar, meðan sjúkrarøktarfrøðingarnir vrakaðu semingsuppskotið. Amerikanska forsetavalið gjørdist óvanliga spennandi, úrslitið er óvist, og støðan er eitt sindur kaotisk. Vit fáa eygleiðararnar Regin Berg og Regin Winther Poulsen at greina støðuna. Stóra framsýningin Havið, sum skuldi vera í Listasavninum í vár, letur nú endiliga upp. Vit tosa við Solveig Hanusardóttir Olsen, listfrøðing og savnsvørð. Skráseta vit Jákup Sverra sum annað enn handilsskip, bróta vit lógina. Og tað vil eg ikki, sigur Hans Jóhannes á Brúgv, stjóri í Sjóvinnustýrinum. Magnus Heinason varð bygdur sum fiskiskip, men tað er Jákup Sverri ikki. Hann er bygdur sum havrannsóknarskip, sum eisini skal kunna gera aðrar uppgávur, til dømis seismiskar kanningar og veitingarauppgávur, sigur Hans Johannes á Brúgv. Í Runavíkar kommunu er ikki flokspolitisk uppstilling. Tað eru fýra listar, ið stilla upp, og hvør hevur fingið tvær ferðir tvey umboð í panelið. Forsetavalevnið hjá demokratunum, Joe biden, er sambært fyribils úrslitum og forsagnum hjá AP sera tætt við at kunna nevna seg næsta forsetan í USA. Sambært tíðindastovuni AP hevur Biden í morgun tryggjað sær 264 valmenn av teimum 270, ið skulu til fyri at tryggja sær embætið sum forseti. Tað tykist kortini vera eitt sindur av óvissu um teir 11 valmenninar í Arizona, tí í løtuni hava bara AP og Fox News tilnevnt Biden vinnara í Arizona. Um forsøgnin hjá tíðindastovuni AP er eftirfarandi, skal Biden bara vinna ein ella tveir statir aftrat fyri at tryggja sær sigurin á valinum. Tá sannlíkindini í útrokningunum hjá AP vísa, at mótvalevnið ongan møguleika hevur at fara framum, útnevnir AP vinnaran í statinum. Orsøkin til, at landsstýrið vil hava CPR nummar til føroyingar í Føroyum, er, at føroyingar hava sera nógv samskifti við danskar stovnar og tænastur. Tey eru sjúkrahúsverkið, tey, sum arbeiða hjá statinum, donskum privatum arbeiðsgevarum ella fáa statspensjón, fólk,sum ætla sær at flyta til Danmarkar og tey, sum hava brúk fyri NemId. Endamálið við uppskotinum um at broyta donsku lógina um CPR er, at Ríkisumboðið kann geva fólki CPR nummar, uttan at tey kunnu vísa á, at tey hava brúk fyri tí beint nú. Sambært dómi hjá Føroya rætti í 2017, kann Als ikki krevja inngjald av A inntøku, sum er vunnin í Noregi, hóast løntakarin fekk undantak frá at rinda sosial gjøld í Noregi. Sambært uppskoti, sum Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, legði fram í gjár, hækkar útgjaldið úr Als 1.000 krónur um mánaðin, upp í 18.500 krónur. Strandfaraskip landsins arbeiða við einari ætlan um, hvussu teir tímarnir verða gagnnýttir best, sigur Fíggjarmálaráðið í skrivi til Fíggjarnevndina hjá løgtinginum. Upprunaliga, í 2013, var ætlanin, at bara bankarnir báðir í Føroyum vóru SIFI stovnar. Men tá bað Norðoya sparikassi um eisini at gerast SIFI stovnur. Annars eru krøvini tey, at javnin er størri enn 13 prosent av føroysku bruttotjóðarúrtøkuni, og útlán og innlán skulu vera størri enn 10 prosent av útlánum og innlánum hjá peningastovnunum í Føroyum. Ein peningastovnur verður útnevndur SIFI peningastovnur, um hann fer upp um eitt ella fleiri av hesum markvirðum í tvey fylgjandi ár. Í hoyringarsvari sínum sigur BankNordik, at kapitalkrøvini til føroysku SIFI stovnarnar eru sjáldsama hørð, og nógv størri enn krøvini í grannalondunum. Koronudeildin á Landssjúkrahúsinum kostar 920.000 krónur um mánaðin, korunukanningarnar á sjúkrahúsunum kosta 3,1 millión krónur um mánaðin, og farsóttartilbúgvingin, sóttarhald og annað kosta eina millión krónur, hevur Fíggjarnevndin fingið at vita. Fíggjarmálaráðið sigur seg ikki vita, hvussu nógv koppingarevnið fer at kosta. Men ókeypis verður hjá fólki at verða koppsett fyri koronu. Í 16 ár hava vit gjørt bløð til kvinnur, so roynd ir nar hava vit, og hugskotini mangla ikki. Og hóast tey serkønu í núverandi óvissu sam felagsstøðu, sum hevur kostað bløðum og miðlum kring allan heim dýrt, allarhelst høvdu frámælt øllum at farið undir ein nýggja blað útgávu, so hevur drívmegin um at menna, skapa nýtt og avbjóðandi miðla tilfar verið við til at gera okkara fyrsta magasin til menn til veruleika. Vit hava kallað vælskrivandi menn til arbeiðis, og saman við okkum hava teir skrivað 120 síður um vísind, mat, familjulív, mentan, fótbólt, bilar, politikk, bygging og nógv, nógv annað. Vit vóna, at Maður fer at verða undirhaldandi lesn aður, geva tær íblástur, vekja eitt kjak og geva tær eitt smíl við á vegnum. Góðan lesihug 1.500 føroyingar fáa í næstum bræv frá Deildini fyri Arbeiðs og Almannaheilsu, her fólkini verða spurd, um tey vilja luttaka í eini kanning, ið skal varpa ljós á koronu myrkatølini. Hetta skal kannast, so myndugleikarnir fáa eina neyvari ábending um, hvussu nógvir føroyingar hava havt COVID 19, síðani fyrsta skrásetta tilburðin í landinum 3. mars. Í miðal eru øll fólk í Føroyum kannað tríggjar ferðir fyri COVID 19, og hóast myndugleikarnir hava skrásett, hvussu nógv fólk hava havt smittuna í Føroyum, kann talið vera størri. Myrkatalskanningin, sum nú verður gjørd, skal geva heilsumyndugleikunum eina neyvari mynd av sanna talinum, sigur Deildin fyri Arbeiðs og almannaheilsu. Landsstýrið vil hava lógina um tryggingarvirksemi broytta, so tryggingarfeløg í ES londum og EBS londum sleppa at skrokktryggja og ábyrgdartryggja flogfør í Føroyum, ábyrgdartryggja skip, sum eru í minsta lagi 300 bruttotons, og ábyrgdartryggja flogvøllir. Tryggingareftirlitið sigur, at nógvar sertryggingar, millum annað lógarkravdar tryggingar, verða teknaðar í útlendskum tryggingarfeløgum. Tryggingareftirlitið heldur, at hetta í høvuðsheitum skyldast, at føroysk, íslendsk ella donsk tryggingarfeløg, sum lógliga kunnu reka virksemi í Føroyum, ikki bjóða hesar sertryggingar. Lurtari eftirlýsir eitt hóskandi heiti fyri nýggja makan hjá foreldrum og fyri børnini í samansettum familjum. Lurtarin sigur seg ikki dáma orðini, stjúk og gávu og ivast samstundis í, um papp og bonus eru góð, føroysk heiti. Lurtarin spyr tí soleiðis Manglar okkum kanska eitt føroyskt heiti til modernaðu samansettu familjuna Elin Henriksen, málkøn, kemur við drúgvari frágreiðing um orðið, stjúk, og staðfestir, at tað er væl skilligt, hví fólk leita eftir onkrum øðrum orði at brúka. Stjúk Stjúkmamma er hon, sum er nýggjur maki hjá pápanum, stjúkpápi er nýggjur maki hjá mammuni. Og stjúkbørn eru børn, sum makin átti frammanundan. tað vil siga at munur er á fosturmammu pápa børnum og stjúk . Fosturforeldur eru tey, sum fostra barnið, og tá kann bæði vera talan um foreldraleys og um børn, hvørs foreldur eru á lívi, men av eini ella aðrari orsøk hava latið børnini til fosturs. Hetta er einki nýtt, men varð nógv meira gjørt fyrr í tíðini enn nú á døgum. Tá var heilt vanligt, at børn vuksu upp hjá øðrum enn foreldrunum. Fyrra lið, stjúk kenna vit aftur í øðrum málum langt aftur í tíðina, meiri enn túsund ár. Á donskum stedmoder, en. stepmom, tý. Stiefmutter, ísl. stjúpmamma. Vit hava eisini orðini stjúkpápi, stjúksonur og stjúkdóttir. Upprunamerkingin sigst vísa aftur til orð, ið merkja at ræna, ella tað, sum á donskum eitur afstumpet . Kensluleysur. So upprunin til orðið kundi bent á, at tað ikki var at vænta sama kærleika til stjúkbørn sum til eins egnu børn. Ævintýr skulu neyvan fatast bókstavliga tey nýta ofta myndamál, og har umboðar stjúkmamman ofta tað, ið forðar fyri, at høvuðspersónurin kann mennast og fáa tað gott. Men sum oftast miseydnast tað. So tað er væl skilligt, at vit leita eftir onkrum øðrum orði at brúka. Og eisini, tí at orðini ljóðliga kanska heldur ikki eru so vøkur stjúkmamma, stjúkpápi. Gáva Eri samd við lurtaran gávubørn mamma pápi er ikki besta orðið. Tá ið talan er um eina gávu, mugu allir partar verða havdir í huga gevarin, móttakarin og gávan . Als ikki vist, at hesi øll hava somu fatan av tilgongdini. Papp og bonus Papp og plastik sipar til eitthvørt, sum er kunstigt tilfar , mótsett tí natúrliga. Har liggur eisini eitt sindur í tí, at tað ikki er líka gott sum tann ektaða vøran. Bonus stavar úr latíni og merkir gott. Tað verður brúkt om okkurt, sum tú fært eyka, umframt tað, sum tú kundi vænta. Orðið bonus stendur við hesi merking í fø fø. Tað er nevtralt ella jaligt, og tað skumpar heldur ikki tað biologiska skyldfólkið burtur, tí tað júst sipar til eitthvørt, sum er umframt. Orðið er lætt at siga og stava og kann lættliga verða sett saman við onnur orð. Swipe og sveipa Orðið, swipe , verður brúkt nógv, tá vit brúka snildfonir ella teldlar, men hvussu kunnu vit siga tað á føroyskum Elin Henriksen greiðir frá, at orðið, sveipa, hevur eisini aðrar merkingar enn at balla seg. Ein vanlig merking er, tá ið tú slært við líggja, so sveipar tú gert sveip við líggjanum. Orðið er eisini skylt við at sópa. Tað minnir um rørsluna, tá ið tú sveipar á snildfonini hon er bara nógv minni. Seinnapartin í gjár góvust semingsmenninir at fáa sjúkrarøktarfrøðingarnar og Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum at semjast um nýggjan sáttmála. Semingsstovnurin ger ikki meira, uttan so at partarnir heita á Semingsstovnin um at koma upp í aftur samráðingarnar, segði Terje Sigurðsson, semingsmaður. Men svarið ella svarini góvu ikki grundarlag fyri at leggja nakað semingsuppskot fram, og tí góvust semingsmenninir við royndunum at finna semju millum Lønardeildina og sjúkrarøktarfrøðingarnar. Jan Mortensen, stjóri á Lønardeildini, sigur, at einki broytt síðani í gjár. Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur í dag, at teir einki hava hoyrt frá pørtunum síðani í gjár. Á hátíðarhaldinum aftaná ávaraði Landsverk um, at við verandi játtan upp á níggju milliónir krónur um árið, kann tað taka umleið 10 milliónir krónur at gera tunnilin lidnan. Smyril fer síðsta túr av Havnini klokkan eitt korter til trý seinnapartin. Skipið kemur ikki norðuraftur seinnapartin, og fer heldur ikki suðuraftur í kvøld. Stjórin í Norðoya Sparikassa, Marner Mortensen, sigur, at nýggju SIFI krøvini, sum sparikassin nú sleppur undan, gera, at bankin kann ikki vaksa stórvegis um sítt virksemi, tí javnin hjá sparikassanum liggur 200 milliónir krónur undir markinum fyri SIFI krøvini. Eivør er fyrsti gestur í nýggju tónleika sendingini í luftini. Saman við bólkinum, Mattias Kapnas á Klaver, Mikael Blak á bass og Per I Højgaard Petersen á trummum, framførir hon løgini Mánasegl, Let It Come, Hands, Nothing to Fear og Gullspunnin. Rólant Waag Dam hevur eitt stutt prát við Eivør aðrenn framførðsluna. Hann leggur frá sær, tí hann skal fyri ein serligan dómstól í Haag, skuldsettur fyri krígsbrotsverk og brotsverk móti mannaættini, skrivar AP tíðindastovan. Hann boðaði frá hesum stutt eftir, at formaðurin í flokkinum hjá Thaci, Kadri Veseli, segði, at hann eisini er ákærdur, og legði tí frá sær sum formaður beinanvegin. Thaci, Veseli og fleiri onnur skulu, sambært ákæruni, hava framt meira enn 100 dráp og brotsverk móti mannaættini, millum annað politiskum mótstøðufólkum av ymsum etniskum uppruna. Nógvu brævatkvøðurnar til forsetavalið í USA hava í summum statum seinkað úrslitið, men enn sær tað ikki út til, at vit fara at hava somu avbjóðingar til kommunuvalið í Føroyum í næstu viku. Hjá Tórshavnar kommunu siga tey, at tey hava fingið umleið 400 brævatkvøður higartil, og einar 100 aðrar, ið skulu til onnur støð í Føroyum. Sjófólk og onnur, sum eru stødd uttanlands á valdegnum, kunnu brævatkvøða upp til fýra mánaðir fyri valið, meðan onnur, sum av ymsum orsøkum ikki velja á valstøðunum kring landið, kunnu velja við brævi í fyrsta lagi eina viku fyri valið. Løgmaður hevur sagt, at landsstýrið er á veg við einum uppskoti um barsilsfarloyvi og barsilspening til samkynd. Men tað er ikki komið enn. Mál, sum skulu avgreiðast fyri nýggjár, skuldu leggjast fram í seinasta lagi í gjár. Tað ber tó til enn at koma í tingið við uppskotum, men tey uppskotini krevja undirskriftir frá 17 tingfólkum. Tað sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum, nú semingsmenninir eru givinir við royndini at fáa partarnar at semjast. Óluva í Gong, forkvinna í sjúkrarøktarfelagnum, sigur í kvøld, at felagið umrøður støðuna, og at undantøkini, sum eru givin, eru í gildi, til klokkan trý seinnapartin í morgin. Í Fíggjarmálaráðnum er støðan óbroytt, sigur Jan Mortensen, stjóri á lønardeildini, og semingsmenninir hava einki frætt frá pørtunum, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður. Helena hevur skriva teir fimm sangirnar á EP ini, sum Nis Bysted Andersen og Oliver Matthew Volz hava tikið upp og framleitt. Oliver Matthew Volz hevur eisini ljóðblandað sangirnar, meðan Emil Thomsen hevur mastera útgávuna. Tónleikarar á Myself Mispelled eru Helena Heinesen Rebensdorff sang, guitar, guitalele og klaver Mads Haahr Andersen D bass Mads Riiskjær Jaurnow trummir og guitar Line Mathilde Hansen klaver og synth Søren Manscher akkustiskan guitar Nýggju milliónir eru játtaðar um árið til endamálið. Hækkar játtanin ikki munandi, fer tað at taka umleið 10 ár, áðrenn tunnilin er liðugur, sigur stjórin á Landsverki. Vinnur Biden í tveimmum av statunum ella bara í Pennsylvania vinnur hann forsetavalið. Trump skal hinvegin vinna í Pennsylvania og fýra øðrum, skal hann halda fram sum forseti. Mótmælisgongur hava verið fleiri staðni í USA eftir forsetavalið. Hetta eru viðhaldsfólk hjá Trump, sum vilja vera við, at valsvik er farið fram. Trump hevur róð framundir, at alt er ikki farið rætt fram, og sakførarar hjá Trump hava seinasta samdøgrið fyrireikað sakarmál fyri at steðga uppteljingini. Tá vanliga leiktíðin í fjórðingsfinaluni millum EB Streym Skála og NSÍ, kvinnur, var av, var støðan 1 1, og farið varð tí til longda leiktíð, sum dómarin ásetti til tvær ferðir 10 minuttir og í tráð við ásettu kappingarreglur hjá FSF. NSÍ skoraði sigursmálið í longdu leiktíðini og vann harvið dystin 2 1. Eftir dystin kærdi EBS Skála longdina á longdu leiktíðini, tí siðvenja er at spæla tvær ferðir 15 minuttir longda leiktíð í vaksnamannadeildum. Aganevndin vísir samstundis á, at ósamsvarið í verandi kappingarreglum fyri steypakappingina hjá kvinnum verður lúkað burtur beinanvegin. Hálvfinalurnar verða spældar á uttanveltaðum vølli komandi leygardag, og steypafinalan verður á Tórsvølli leygardagin 21. november, skrivar FSF. Tað krevjast 270 valfólk, fyri at hava vunnið amerikanska forsetavalið. Joe Biden er nú komin upp á 264 valfólk og stendur til at vinna Nevada, ið hevur seks valfólk. Statirnir Pennsylvania og Georgia eru eisini spennandi í løtuni. Har hevur Donalt Trump verið greitt á odda, men meðan tey hava talt vestan hav í nátt, er munurin tódnaður nógv. Í Georgia er Donald Trump á odda við 2.000 atkvøðum. Har eru umleið 15.000 atkvøður eftir at telja. Í Pennsylvania er Trump á odda við 40.000 atkvøðum, og har eru umleið 250.000 atkvøður eftir at telja. Í báðum statum er talan um brævatkvøður, sum í løtuni verða taldar. Og júst millum brævatkvøðurnar eru fleiri atkvøður til demokratarnar. Spenningurin fekk í nátt okkara tíð sitandi forsetan, Donald Trump, á røðarapallin í Hvítu Húsunum, har hann legði demokratarnar og ávísar statir undir at fremja valsvik. Telja vit tær lógligu atkvøðurnar, so vinni eg lættliga. Telja tit ólógligu atkvøðurnar, so royna tey at stjala valið frá okkum, segði Donald Trump á tíðindafundi úr Hvítu Húsunum í nátt okkara tíð. Fleiri amerikanskar sjónvarpsstøðir hildu ákærurnar í røðuni hjá Donald Trump vera so mikið ógvusligar og ógrundaðar, at tær góvust at senda frá tíðindafundinum. Telja vit tær lógligu atkvøðurnar, so vinni eg lættliga. Telja tit ólógligu atkvøðurnar, so royna tey at stjala valið frá okkum, segði Donald Trump á tíðindafundi í Hvítu Húsunum í nátt. Fleiri amerikanskar sjónvarpsstøðir hildu ákærurnar í røðuni hjá Donald Trump vera so mikið ógvusligar og ógrundaðar, at tær góvust at senda frá tíðindafundinum. Heldur ikki allir floksfelagar hjá Donald Trump eru fegnir um røðuna. Fleiri kendir republikanarar finnast at Trump og biðja hann koma við prógvum um valsvik. Millum annað krevur republikanski guvernørurin í New Jersey, Chris Christie, sum vanliga stuðlar Donald Trump, nú prógv fyri ákærnar. Vit hava eingi prógv fingið. Hevur hann grein í sínum máli, so verði eg eisini í øðini, men fer hann skeivur, so skulu amerikanarar hava álit á skipanini og at valið er rættvíst. Ein annar kendur Trump stuðul, senatorurin Rick Sanatorum, sigur, at retorikkurin hjá forsetanum er ov vandamikil. Sanatorum sigur, at nógv, sum forsetin hevur sagt, eigur forsetin í USA ikki at siga. Viðmerkingarnar hjá forsetanum í kvøld kunnu ikki verjast, og tær undirgrava okkara fólkaræðisligu tilgongd. Amerika telur atkvøðurnar nú, og vit skulu virða úrslitið, eins og vit altíð hava gjørt, sigur Hogan. Tað stendur mest sum á jøvnum millum forsetavalevnini bæði, og í avgerðandi statum liggja teir, sum áður nevnt, sera javnt. Í Pennsylvania er uppteljingin ikki liðug. Nú hevur Biden 49,2 prosent av atkvøðunum og Donald Trump 49,5 prosent. Í Georgia var Trump í nátt á odda við 1.267 atkvøðum, og báðir hava fingið hvør síni 49,2 prosent av atkvøðunum. Nú eru bara umleið 12.000 atkvøður eftir at telja í Georgia, og einar 4.000 av teimum eru úr Clayton County, har Biden higartil hevur fingið 71 prosent av atkvøðunum. Stóra gerðarrættarmálið millum TG Verk og Landsverk er útsett fyribils. Tað váttar Sigurd Lamhauge, stjóri í Landsverki, fyri útvarpinum í morgun. Gerðarrætturin varð settur 21. september, og fýra vikur vórðu settar av til málið, vikurnar 39, 40 og 41, og tveir dagar í viku 43, tilsamans 17 dagar. Neyðugt var ikki at brúka alla avsettu tíðina, og seinasti rættarfundur var 9. oktober. TG Verk hevur stevnt Landsverki eftir 75,5 milliónum krónum, og kravið hjá Landsverki er 80 milliónir. Harafturat koma rentur frá tí degi, málið varð latið gerðarrættinum. Málið byrjaði í gerðarrættinum 4. apríl í 2016. TG Verk byrjaði málið. Sirius advokater umboða Landsverk, og TG Verk hevur Dahl advokatfirma. Dómurin í gerðarrættinum er endaligur, og kann ikki kærast. Í hesi sendirøð hoyra okur um sangirnar hjá Hank Williams. Og sangir um Hank Williams. Merkisvert er, at teir enn liva okra millum, hóast hann andaðist fyri næstan 70 árum síðani. Heystið 1956 var Svend Aage Ellefsen á sild við William Martin. Várið eftir varð farið á Suðurlandið. Á túrinum sleipaðu teir Grundick til Reykjavíkar við motorskaða. Nú fóru teir á Vesturlandið eina tíð og endaðu á Norðlandinum. Fongurin var um 300 skippund. Svend Aage var við sama skipi, til hann í 1958 fór á preliminerskúla í Rønde í Jútlandi. Har varð hann liðugur í 1960 og fór aftur til sjós. Hann var eitt nú við sørvágstrolaranum Tindhólmi, tá hann fekk ein kavbát í trolið í Barentshavinum. Í 1962 fór Svend Aage á studentaskeið í Høng á Sælandi. Í 1964 fór Svend Aage Ellefsen nýgiftur til Keypmannahavnar at lesa. Konan Ásvør var við og arbeiddi í banka. Serligar umstøður gjørdu, at tey longu vóru aftur summarið eftir og skjótt bygdu í Sandavági. Svend Aage var nú vikarur á Giljanesi í fleiri ár og valdur í kommununa í 1970. Í 1974 varð hann biðin til stjóra á flakavirkinum Snarfrost í Miðvági. Svend Aage átti í skipum, og í 1980 var hann millum teirra, sum keyptu ein stóran franskan trolara, sum fekk navnið Giljanes. Hetta var fyrsta føroyska svartkjaftaskipið. Tað var ein spennandi roynd, men eisini trupul. Ábendingarnar gerast nú greiðari um, at Joe Biden fer at vinna amerikanska forsetavalið. Demokratiski flokkurin er nú á odda í statinum Georgia, har republikanararnir og harvið Donald Trump, leingi hava ligið á odda. Júst í hesi løtu er Joe Biden á odda við 917 atkvøðum í Georgia, sum hevur talt 99 prosent av samlaðu atkvøðunum. Tó vanta nakrar túsund atkvøður enn at verða taldar. Í Nevada, sum hevur seks valfólk, er Biden á odda, og kann sostatt koma uppá 286 valfólk. 84 prosent av atkvøðunum eru higartil taldar í Nevada. Svend Aage Ellefsen hevur havt fleiri skip. Tá hann var í kommununi í 1970unum var hann við at fyrreika niðursjóðingarvirkið Kovan. Í 1984 keyptu hann og fleiri línuskipið Gamla Andrass og seinni gamla Lækkaklett hjá miðvingum. Í 1986 var gamli Høgifossur keyptur og nevndur Norðstjørnan. Í 1993 leasaði hann trolaran Atlantic Beatrice úr Kanada, sum, skrásettur í Belice, fiskaði tosk í altjóða sjógvi. Síðani hevði hann ein litavskan trolara við miðstøð í Íslandi á rækjuveiðu við Svalbard. Síðst í nítiárunum hevði Svend Aage saman við øðrum tvey skip á uppsjóvarveiðu, Prestland og Krúnuna. Tær kvoturnar vórðu skjótt seldar. Svend Aage Ellefsen var í landspolitikki árini frá 1980 til 1994. Hann varð valdur á ting fyri fólkaflokkin í Vágum 8. november 1980. Hann varð afturvaldur í 1984, 1988 og 1990, men ov stuttur í 1994. Svend Aage var landsstýrismaður, tá Poul Schl ter lat Føroyum undirgrundina og eisini, tá danska stjórnin um sama mundið setti heimastýrinum strong krøv um at bøta um búskapin. Hann heldur, at donsku myndugleikarnir valdu skeiva mátan. Umboðini fyri IMF søgdu, at føroyingar høvdu ikki nógvar vinir í Keypmannahavn, tá stjórnin hevði vrakað tilmælini frá IMF. Sum liður í menningini á lívfiskaøkinum er ætlanin at savna alt virksemið, sum í løtuni er á lívfiskastøðunum, ávikavist í Skopun og við Áir. Nýggja lívfiskastøðin skal byggjast í Skálavík, og í januar varð vegurin til nýggju lívfiskastøðina latin Skálavíkar kommunu, skrivar Bakkafrost. Farið verður nú undir annað byggistig, sum er at gera økið byggiklárt, og seinni í vetur verður arbeiðið at byggja sjálva lívfiskastøðina boðið út. Nýggja lívfiskastøðin fer eftir ætlan at veita rogn til alt virksemið hjá Bakkafrosti í Føroyum og part av virkseminum hjá The Scottish Salmon Company í Skotlandi, sum Bakkafrost eigur. Niels Pauli Nónstein talar. Súsanna á Váli og Johanna Rasmussen leiða møtið Jens Christian Guttesen leiðir kórið Spælarar Klaver Henry Olsen, Jóannes á Váli og Finnur Marstein Orgul Jóannes á Váli El bass Filip Rajani Hansen Saxofon Katrina Olsen Violin Oda Drós Østerø Violin Marta Sofía Østerø Cello Kristina á Váli Trummur Mortan Johannesen Sangir 1. Ebenezerkórið Trygga farleið Jens Andreassen Klaver og bass 2. Ebenezerkórið Á Kristus bert A capella 3. Ebenezerkórið Dýrur kærleiki Jóhanna Rasmussen Klaver, bass og strúkarar 4. Ebenezerkórið Lambið verdigt er Klaver og bass Jóannes á Váli 5. Ebenezerkórið Tað finst ein vón Klaver, orgul, saxofon, strúkarar 6. Ebenezerkórið Á Golgata har Jesus Brita á Váli Smith Klaver og bass 7. Ebenezerkórið Ein frelstur syndari Eli smith Klaver og bass 8. Ebenezerkórið Gud tú sum okkum Orgul 9. Ebenezerkórið Ver tú hjá mær Klaver og Orgul 10. Ebenezerkórið Eymt og í kærleika Súsanna á Váli A capella 11. Ebenezerkórið Jerusalem Bárur Tindskarð Orgul Kommunan fer at játta 65 milliónir krónur til nýggja svimjihylin fyri næsta ár, og eina millión krónur til at gera økið við nýggju kirkjuna á Argjum Tey, sum standa fyri at byggja nýggju kirkjuna á Argjum, hava biðið kommununa um at stuðla ætlanini, so søkjast kann um stuðul frá øðrum. Tí hevur býráðið gjørt av at stuðla nýggju kirkjuna við at gera økið kring kirkjuna, millum annað parkeringspláss. Tað verður mett at kosta tilsamans fimm milliónir krónur, og tann milliónin, sum skal játtast í dag, er fyri, at arbeiðið kann byrja næsta ár. Síðani er ætlanin at játta restina av pengunum seinni, sigur Annika Olsen, borgarstjóri. Eru veljarkanningarnar fyri eitt val rættar ella í lagi, ella eru tað kanska miðlarnir, sum ikki duga at brúka veljakanningar Hvat spáddu veljarakanningarnar undan amerikanska forsetavalinum, sum hevur ørkymlað so nógv. Kvinna hevur fingið ein Mann. Eftir í mong ár, at hava givið Kvinnu út, hava somu kvinnur nú sent eitt mannfólkablað á marknaðin. Maður er eitt lívsstíls blað, sum vendir sær til menn. Gestir Flóvin Eidesgaard, serligur ráðgevi og hagfrøðingur, Tóra Effersøe Mortensen, blaðstjóri Maður og Jan Berg Jørgensen, films og miðlafrøðingur. Felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum sigur á heimasíðuni, at verkfallið hevur nú vart í nærum tríggjar vikur, men Fíggjarmálaráðið hevur ikki flutt seg ein tumma. Tí kenna vit okkum enn einaferð noydd til at herða verkfallið. Vit hava sum felag gjørt alt fyri, at verkfallið ikki skal gera støðuna á sjúkrahúsunum hættisliga, við at veita øll neyðug undantøk. Hóast hetta, vísir landsstýrið ongan vilja at fara undir veruligar samráðingar, sigur felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum. Felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum herðir verkfallið frá mánadegnum, og hesaferð verða ambulatoriini á øllum trimum sjúkrahúsunum rakt. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, og íslendski fiskimálaráðharrin, Kristján ór Júlíusson, hava gjørt fiskiveiðiavtalu fyri næsta ár, upplýsir Fiskimálaráðið. Avtalan ásetir, at føroyska botnfiskakvotan aftur verður 5.600 tons, harav upp til 2.400 tons av toski og 400 tons av brosmu. Hámarkið fyri brosmu var 650 tons í i ár, men lækkar, tí íslendska brosmukvotan er farin niður í eina helvt. Føroyska lodnukvotan verður framhaldandi fimm prosent av heildarkvotuni, sum Ísland, Grønland og Noreg áseta, tó í mesta lagi 30.000 tons. Av beinleiðis kvotu fær Ísland 1.300 tons av makreli frá Føroyum, sum er tað sama sum undanfarin ár. Ísland játtaði at kanna møguleikarnar fyri kanska at endurskoða serligu ásetingarnar, sum avmarka, hvar føroysk skip kunnu fiska norðhavssild í íslendskum sjógvi. Fiskimálaráðharrarnir samdust um at halda fram við samráðingunum um at endurskoða rammusáttmálan landanna millum. Miðað verður eftir, at samráðingarnar kunnu verða avgreiddar fyri árslok. Fiskiveiðiavtalan millum Føroyar og Ísland hevur týdning fyri báðar partar, og eg fegnist um, at vit hava fingið eina loysn, ið skapar áhaldandi støðug viðurskifti millum londini og hjá vinnuni, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður. Føroyski fiskiskapurin í íslendskum sjógvi verður umframt íslendskar kunngerðir skipaður sambært føroyskum kunngerðum, ið verða lýstar um ársskiftið. Tað sigur Brandur Højgaard, havnarfúti í Runavíkar havn, sum bjóðaði skiparanum á Smyrli at leggja at í Runavík, eftir at Strandferðslan avlýsti seinna túrin hjá Smyrli í gjár. Eyðstein Sørensen, stjóri í felagnum og skipari á Pison, sigur við Norðlýsið, at skipið, sum nú er keypt, verður eitt stórt framstig, hóast tað er bygt í 1987, og gevur nógv betri møguleikar, serliga á fjarleiðum. Nýggi Pison fer fyrst og fremst at royna undir Føroyum, á Flemish Cap og í grønlendskum sjógvi. Hann tekur 250 tons, og 15 mans vera við skipinum. Donsku myndugleikarnir hava hert koronutiltøkini í Norðurjútlandi munandi, og tað rakar eisini Norrønu, sum leggur at í Hirtshals. Rúni Vang Poulsen, stjóri í Smyril Line, sigur, at tiltøkini raka eisini tey 200 ferðafólkini, sum eru við Norrønu, tá hon kemur til Hirtshals í morgin. Heri Andreasen, leiðarin á kanningardeildini hjá løgregluni, sigur í dag, at kanningarnar eru ikki lidnar, men enn eru eingin prógv funnin fyri útbreiðslu. Hevur hann ikki sent tilfarið víðari, er revsingin fyri at hava tað í varðveitslu eitt árs fongsul, sama hvussu nógv, og hvussu grovt tilfarið er. Bárður Nielsen, løgmaður sigur, at landsstýrið hevur umrøtt tilmælið á fundi í dag, men fer at umrøða tey aftur í næstu viku, tí greiða skal fáast á ymiskum viðurskiftum. M.a. umhugsaði landsstýrið at herða eftirlitið á markinum, so fólk, sum annaðhvørt koma til Føroya við flogfari ella skipi, skulu hava eina váttan, sum ikki er meira enn tríggjar dagar gomul, og sum skal prógva, at tey ikki hava koronu. Tað er ikki greitt, hvussu nógv lata seg kanna sætta dagin, og tí verður umrøtt, um fólk skulu fáa sms boð, so tey møta til kanning sætta dagin. Í dag letur bólkurin Land of Maybe úr hondum nýggja útgávu. Í hesum sambandi hava tey konsertir hetta vikuskiftið í Løkshøll og Reinsaríinum. Vikuskiftissendingin var á gátt í venjingarhølinum. Hoyr innslagið her. Síggj eisini myndarøð við at rula niður. Leygardagin skipar Tutl í miðbýnum í Havn fyri Føroyskum plátudegi . Hetta er eitt tiltak, har man kann ogna sær føroyskar LP plátur fyri ein bíligan penga. Í summum førum er talan um útgávur frá 70 unum, sum ikki verða endurprentaðar. Men eisini eru nýggjar útgávur ímilum tær yvir 30 útgávurnar, sum eru á listanum. Vikuskiftissendingin var á gátt hjá Tutl og prátaði við Kristian Blak og Marionnu Nagata. Hoyr innslagið her. Síggj eisini myndarøð við at rulla longur niður. Í Klokkaragøtu 16 í Havn er ein plátuhandil. Tað er ikki til at gita tað, um man ikki veit tað, tí handilin er inni í einari garasju. Gott nokk er skelti uttaná, har tað stendur Oceania Records . Í øllum førum er tað her, Andreas Weihe Madsen hevur sín lítla plátuhandil. Hoyr prát við Andreas um hetta virksemi, umframt prát við eitt viðskiftafólk, John Dam, sum er komin á gátt at keypa plátur og at fáa eitt prát yvir ein kaffimunn. Hoyr innslagið her. Rulla longur niður, so sært tú eisini eina myndarøð. Verkfallið er galdandi fyri allar limir í felagnum, ið arbeiða sum námsfrøðingar á serstovum í fólkaskúlanum, námsfrøðiligir stuðlar og hjálparfólk, sum eru stuðlar í fólkaskúlanum. Fakfelagssamstarvið boðar eisini frá, at tey stuðla Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Í tíðindaskrivi seinnapartin siga tey, at nú verkfallið skjótt hevur verið í tríggjar vikur, og tí heitir Fakfelagssamstarvið á samráðingarpartarnar um aftur at sessast við samráðingarborðið, og fáa í lag semju, sum báðir partar kunnu liva við. Kjarr eftir Rakel Helmsdal er skaldsøga um Lauru, sum finnur eina beinagrind. Beinagrindin sendir hana út á eina ferð gjøgnum Evropa at leita eftir svarum. Á ferðini fær lesarin so við og við innlit í trupla uppvøksturin hjá Lauru. Vit tosa við Rakel um nýggju bókina. Vísindavøka varð hilin í dag á Vestaru bryggju. Vit sendu beinleiðis frá snarframløgunum hjá fýra granskarum, eins og vit tosaðu við Sámal Trónd Finnson Johansen, stjóra á Tjóðskjalasavninum, ið samanbar verandi coronustøðu við meslingafarsóttina í Føroyum í 1946. Sambært CNN, fer Biden at tosað um, hvussu hann hugsar sær eina skiftistíð frá stjórnartíðini hjá Donaldi Trump til hann væntandi sjálvur tekur við og flytir inn í Hvítu húsini. Fjølmiðlarnir taka tó fyrivarni fyri, at uppteljingin í sveiggjstatum framvegis kann broyta ætlaninar hjá Biden, og tí er framvegis óvist, um hann fer at boða frá, at hann hevur vunnið valið. Amerikanskir miðlar skriva í kvøld, at varaforsetavalevnið, Kamala Harris, eisini fer at halda talu í kvøld. Skal Donald Trump vinna forsetavalið í USA, noyðist hann at vinna í Pennsylvania, nú Joe Biden er á odda í sveiggj statunum Georgia og Pennsylvania. Í Georgia kunnu valevnini biðja um umteljing, og í Pennsylvania verður umteljing, um munurin er minni enn 0,5 prosent stig millum valevnini. Eingin ivi var hjá dómsnevndini, at Debes Hammershaimb Christiansen hevur uppiborið miðlaheiðurslønina hjá Granskingarráðnum 2020, skrivar Fróðskaparsetur Føroya á heimasíðuni. Bergur D. Hansen, dekanur á Setrinum, sat í dómsnevndini saman við Jón Briani Hvidtfeldt, formanni í Føroyskum Miðlafólki, og Dagmar Joensen Næss frá Granskingarráðnum. Debes Hammershaimb Christiansen hevur ikki bara gjørt stóran mun í stríðnum móti koronusmittuni, hann hevur eisini gávumilt greitt almenninginum frá í føroyskum og alheims miðlum, segði Bergur D. Hansen, sambært setur.fo. Kjarr eftir Rakel Helmsdal er skaldsøga um Lauru, sum finnur eina beinagrind. Beinagrindin sendir hana út á eina ferð gjøgnum Evropa at leita eftir svarum. Á ferðini fær lesarin so við og við innlit í trupla uppvøksturin hjá Lauru. Vit tosa við Rakel um nýggju bókina. Vísindavøka varð hilin í dag á Vestaru bryggju. Vit sendu beinleiðis frá snarframløgunum hjá fýra granskarum, eins og vit tosaðu við Sámal Trónd Finnson Johansen, stjóra á Tjóðskjalasavninum, ið samanbar verandi coronustøðu við meslingafarsóttina í Føroyum í 1846. Fyrr í dag lýsti felagið Føroyskir Sjúkrarøktafrøðingar við einum víðkaðum verkfalli arbeiðssteðgurin er galdandi fyri hesi starvsøkini á teimum trimum sjúkrahúsunum. Óluvá í Gong sigur, at felagið nú herðir verkfallið, tí hendan støðan kann ikki halda fram. Og hon sigur, at tað er sannlíkt, at felagið herðir verkfallið aftur í komandi viku, um so er, at eingin semja verður funnin. Útlendingar í Føroyum sakna greiðari kunning í sambandi við kommunuvalið, tí tað kann vera trupult at fylgja við í valinum, tá man ikki skilir málið. Sjálvur var hann ímóti samanleggingini, men sum borgarstjóri skuldi hann standa á odda fyri at samansjóva Gøtu og Leirvík í eina kommunu. Nú takkar hann fyri seg. Eystur kommuna fær nýggjan borgarstjóra 1. januar, tí leirvíkinguin Jóhan Christiansen stillar ikki upp aftur á kommunuvalinum. Fyrrapartin gjørdu vit eina longri samrøðu við Jóhan Christiansen, sum higartil er einasti borgarstjórin í Eystur kommunu men fyrst eitt søguligt afturlit. Skjótt kemur lóg um almannatrygd og tænastur í gildi eisini kallað Vælferðarlógin og í hesum sambandi er Almannamálaráðið farið undir tilgongdina at orða kunngerðir. Hóast dagføringar eru gjørdar í fleiri umførum, er forsorgarlógin ikki longur tíðarhóskandi. Lógin um almannatrygd og tænastur varð einmælt samtykt í løgtinginum í vár, og kemur í gildi 1. januar 2021. Meginreglan í nýggju lógini er, at støði verður tikið í tí einstaka hvat hesin megnar, tørvir og ynskir í mun til støðuna, sum hann er í. Joe Biden segði seg í røðuni trúgva uppá, at hann og varaforsetavalevnið, Kamala Harris, fara at vinna í bæði Georgia, Pennsylvania, Arizona og Nevada. Vit hava ikki nakra endaliga uppteljing enn, men tølini geva okkum greiðar ábendingar um, at vit fara at vinna valið, segði Biden. Eingin av teimum stóru fjølmiðlunum í USA hevur higartil torað at útnevnt Joe Biden sum vinnara eftir forsetavalið týsdagin, tí sera tætt er enn millum Trump og Biden í fleiri statum, og endaligu uppteljingarnar eru ikki lidnar enn. Spurningurin um Joe Biden fór at útnevna seg sjálvan vinnara í røðuni í nátt, gjørdist aktuellur í gjárkvøldið eftir at Biden yvirhálaði Trump í Pennsylvania, sum hevur 20 valmenn. Fyri lítlari løtu síðani klokkan 12 vóru 99 prosent av atkvøðunum í Pennsylvania taldar, og tá var sera tætt millum valevnini bæði. Fyri at gerast forseti í USA skal eitt valevni fáa minst 270 valmenn. Sambært nýggjastu forsøgnini hjá AP hevur Donald Trump í løtuni 214 valmenn. Henrik Old, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, er nýggjur formaður í Útnorðurráðnum. Hetta varð avgjørt á ársfundinum hjá Útnorðurráðnum í gjár. Hann er formaður til næsta ársfund. Vivian Motzfeldt, forkvinna fyri grønlendsku nevndina, er næstforkvinna í ráðnum, og Guðjón S. Brjánsson, formaður fyri íslendsku nevndina, er annar næstformaður. Koronusmittan ger, at tað ikki bar til at halda ársfundin sum vanligt. Ístaðin varð fundurin stroymdur á heimasíðuni hjá íslendska Altinginum. Útnorðurráðið er ein felagsskapur millum Ísland, Grønland og Føroyar. Árligi fundurin í Útnorðurráðnum savnar fólkavaldu limirnar í ráðnum, har tey umrøða viðkomandi evnir. Á fundinum í gjár varð millum annað samtykt, at londini skulu økja samstarvið um arktisk viðurskifti. Ráðið stuðlar somuleiðis ætlanunum hjá Føroyum og Grønlandi at gerast partur av heimsheilsustovninum WHO. Løgreglan vil framvegis frætta frá øllum, sum hava sæð okkurt har í økinum kring dagstovnin, sum tey halda kann hava samband við málini. Seinastu dagarnar hevur nevndin í Starvsmannafelagnum umrøtt støðuna á arbeiðsmarknaðinum, og um tey eisini skulu fara í samhugaverkfall við sjúkrarøktarfrøðingunum eins og Pedagogfelagið fer í komandi viku. Sáttmálatrætan millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og lønardeildina hjá fíggjarmálaráðnum dregur út, og Starvsmannafelagið vil tí onkursvegna vísa samhuga við sjúkrarøktarfrøðingunum. Um tað verður við verkfalli ella ikki, tað veit formaðurin í Starvsmannafelagnum ikki enn. Starvsmannafelagið hevur júst boðað Fíggjarmálaráðnum frá, at felagið fer í samhugaverkfall við sjúkrarøktarfrøðingunum týsmorgun klokkan sjey til mikumorgun klokkan sjey. Boð eru fyri lítlari løtu síðani send til Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, og Jan Mortensen, stjóra á Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum. Samhugaverkfallið verður galdandi fyri limir felagsins, sum eru fevndir av sáttmálanum millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið. Tað snýr seg somuleiðis um limir, ið starvast hjá Føroya Løgtingi, Løgtingsins umboðsmanni og Landsgrannskoðanini. Nøkur undantøk verða tó, sigur Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum. Hesi eru Vaktsentralarnir á sjúkrahúsunum, bráðfeingistúrar við sjúkrabili, strandferðsluskipini, Kringvarpið og koronutoymið á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Í dag heiðra vit Charley Pride, ið fær virðisløn fyri lívlangt avrik frá CMA, vit minnast Billy Joe Shaver og Jerry Jeff Walker, sum doyðu herfyri, og so spæla vit ein serstakliga góðan sang hjá Bruce Springsteen og nýtt frá og við Johnny Cash. Bólkurin varð stovnaður í London og eyðkennið øll árini var sermerkta fingraspælið á gittara, sum Mark Knopfler tók sær av. Sultans of Swing er eitt, men eisini Down to the Waterline og Water of Love eru løg, ið hava verið spæld alment frá hesari Temaplátu sjálvheitis og debutútgávuni hjá Dire Straits í 1978. Leggjast kann afturat, at tey níggju løgini á plátuni hava øll sínar dygdir og tí er torført at vísa á ífyllutilfar. Tað byrjaði sum ein skúlauppgáva hjá elstu dóttrini, sum tók útbúgving sum eventmanagari, sigur Jógvan Sámal Heldarskarð. Og í heyst lat nýggja káf in Eðge í Mikladali upp. Tú kanst hoyra samrøðuna við Jógvan Sámal Heldarskarð her Umframt at velja góðan og blandaðan tónleik greiðir Birgir Enni frá ymiskum tíðarskeiðum í lívi sínum, og fleiri áhugaverdum upplivingum og ferðum kring heimin. Higartil í ár eru 161.574 ferðafólk komin ella farin um Vága Floghavn, og samanborið við fyrstu tíggju mánaðirnar í fjør, er minkingin í ár tilsamans 57 prosent, vísa tøl hjá floghavnini. Nøkur full fólk lógu í gøtunum og svóvu. Tey vóru reist uppaftur og biðin um at fara til hús. Og so seint sum klokkan níggju í morgun fekk løgreglan fráboðan um, at ein maður lá og svav á ovaravølli í Gundadali. Løgregelan fekk lív í mannin og biðin um at fara til hús. Dómstólurin í Gran Canaria dømdi mannin fyri óviljað manndráp og fyri brotsverk móti útlendingum. Sambært dómsúrskurðinum hevði skiparin 30 fólk umborð á lítla bátinum, sum var 5,5 metur langur og 2,5 metur breiður. Ferðin úr Marokko til Kanariuoyggjarnar vardi í fimm dagar. Sambært The Guardian, skuldu ferðafólkini rinda túsund evrur fyri ferðina, tað svarar til 7.400 krónur. Báturin var í ringum standi og pláss var ikki fyri so nógvum fólkum umborð í nógvar dagar. Ferðafólkini høvdu heldur ikki hvør sín bjargingarvest. Í úrskurðinum verður sagt, at maðurin setti ferðafólkini í stóran vanda, tá hann stevndi út á hav. Tá tey nærkaðust landi, var báturin um at koppa, og nøkur ferðafólk duttu fyri borð. Sambært upplýsingum frá altjóða felagsskapum, hava umleið 11.000 flóttafólk siglt vandamiklu farleiðina higartil í ár, nærum helvtin av teimum í hesum mánaðinum. Mett verður, at 400 fólk eru druknað á farleiðini, av teimum í minsta lagi 140 hesa vikuna. Sálmar 639 Eitt himmiríki kenni eg 602 Eg veit ein miskunnsaman Gud 234 Sannleikans andi, lat sannleikans ljós títt os skína 53 Ongum er so trygt at fara 138 Mildi Jesus tú sum segði Ovi Brim prestur prædikar, Símun Christian Olsen er deknur, við orglið situr Símun Hammer og klokkari er Jákup Øre. Tøkningur í kirkjuni er Johnny Olsen. Í sendingini hoyra vit tónleik við íblástri úr árstíðini. Klavertónar eftir Claude Debussy og Frederic Chopin, orkesturtónar eftir Alexander Glazunov, Bo Nilsson, Lars Erik Larsson og Carter Pann umframt kórtónar eftir Randall Thompson og Eric Whitacre. Løgmansskrivstovan hevur sent út tíðindaskriv til miðlarnar, har boðið verður til tíðindafund í Kringvarpshøllini í morginári klokkan níggju. Í fjør stevndi norski staturin Norsk Veritas í sambandi við óhappið, tá norska fregattin, Helge Ingstad, og maltesiska tangaskipið, Sola, stoyttu saman í Hjeltefjørðinum í Hordalandi 8. november 2018 og fregattin sakk. Norska TV2 avdúkaði eisini, at hesa náttina í 2018 var eingin maður var á fimm støðum á brúnni umborð á fregattini, har fólk áttu at vera, tá fregattin sigldi inn í Hjeltefjørðin. Vit hava kannað málið neyvt og halda, at einki hald er í kravinum frá verjuni. Einki grundarlag er fyri at leggja ábyrgdina á okkum, og heldur einki samband er millum tað, sum Norsk Veritas, hevði ábyrgdina fyri og at Helge Ingstad sakk og tapið í tí sambandi, sigur Charlotte Bjørn, sambært norska kringvarpinum. Sálmar 639 Eitt himmiríki kenni eg 602 Eg veit ein miskunnsaman Gud 234 Sannleikans andi, lat sannleikans ljós títt os skína 53 Ongum er so trygt at fara 138 Mildi Jesus tú sum segði Ovi Brim prestur prædikar, Símun Christian Olsen er deknur, við orglið situr Símun Hammer og klokkari er Jákup Øre. Tøkningur í kirkjuni er Johnny Olsen Nevndin í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur fingið eitt semingsuppskot, sum nevndin einmælt hevur samtykt at góðtaka. Hetta merkir, at allir limir, sum eru í arbeiðssteðgi, fara aftur til arbeiðis beinanvegin og annars eftir arbeiðsætlan. Nýggi sáttmálin er innan fyri ásetta lønarkarmin, sum er 5,8 prosent. Longdin á sáttmálanum, trý ár og tríggir mánaðir, vísti seg at vera ein háttur loysa verkfalsstøðuna. Nýggi sáttmálin er fyri tíðarskeiðið frá 1. oktober 2019 til 1. januar 2023. Verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum er av. Seinnapartin bleiv semja undirskrivað millum Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar og fíggjarmálaráðið. Vit fingu orðið á Óluvu í Gong klokkan 16, beint sum semjan var komin í hús. Verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum er av. Seinnapartin bleiv semja undirskrivað millum Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar og fíggjarmálaráðið. Og báðir partar eru nøgdir við, at semjan er komin í hús Tað skrivar grønlendska kringvarpið, KNR, á heimasíðuni. Óvist er, hvussu leingi loftrúmið millum Ísland og Grønland verður stongt. Vit mugu verja okkum fyri vaksandi smittutrýstinum í heiminum í løtuni, sigur Niels Ulrik Winther, leiðari fyri koronutilbúgvingini í Grønlandi. Higartil hava 5.078 fólk í Íslandi fingið staðfest COVID 19. 20 fólk í landinum eru deyð av smittuni vísa almennu tølini fyri Ísland. Treytin fyri at greiða brævatkvøðu er, at atkvøðuseðilin er komin fram til kommununa áðrenn valhølini lata upp í morgin klokkan 10. Fólk, ið skulu greiða brævatkvøðu í Tórshavnar kommunu, tí tey eru í sóttarhaldi, skulu venda sær til kommununa, skrivar kommunan á heimasíðuni. Í brævi frá Jógvani Pálli Lassen, advokati, í gjár til Eivind Jacobsen, sigur Jógvan Páll Lassen, at í grein á Vágaportalinum leggur Eivind Jacobsen Heðin Mortensen undir at at spekulera í grundøkjum og at umganga lógina, bæði moralskt og juridiskt. Síðani skrivar Jógvan Páll Lassen har tú um eg skilji teg rætt leggur hann undir at hava fingið vinning burtur úr einari sølu av partabrøvum. Eg skal tí siga frá, at um tú ikki alment tekur skuldsetingarnar aftur beinanvegin og biður um umbering fyri skriving tína, verði eg noyddur at leggja málið fyri rættin við kravi um revsing og endurgjald. Orsøkin er, at eitt koronuvirus, sum hevur broytt seg ella muterað er funnið í minkagørðum á leiðini, og hevur breitt seg til fólk. Tí meta myndugleikarnir tað vera neyðugt at avbyrgja økið, og samstundis at taka allar minkar í Danmark av. Tað er bara lov at fara um kommunumark, um fólk hava eitt serligt arbeiði, sum ger tað neyðugt at fara um mark, og næmingar á skúlum, sum hava møtiskyldu, sleppa eisini um mark. Øll børn, sum ganga í fimta til áttinda flokki, fáa undirvísing á netinum. Tok koyra ikki ímillum kommunurnar, men bussar koyra, so fólk kunnu sleppa til arbeiðis, men talan er bara um ávísar bólkar, skrivar DR. Húsavíkar kommuna átti 53.800 krónur fyri hvørt fólk í kommununi, sum umfatar bygdirnar Húsavík, Dal og Skarvanes. Hagstovan hevur gjørt upp fíggjarstøðuna hjá kommununum í 2019. Aftaná Húsavík koma Hvannasund, Kunoy, Skúgvoy, Famjin, Viðareiði, Hov, Tórshavn og Skálavík. Hjá 19 kommunum er skuldin størri enn ognin. Nógv mest skyldar Vágs kommuna, 41.000 krónur fyri fólkið. Nettoskuldin hjá kommununum í Føroyum er 8.900 krónur í miðal. Bara fimm kommunur skylda minni enn tað. Tað hevur býráðið avgjørt. Og á eykabýráðsfundi fríggjadagin samtykti býráðið at játta fimm milliónir krónur til bilpláss við kirkjuna. Niels Pauli Nónstein talar. Súsanna á Váli og Johanna Rasmussen leiða møtið Jens Christian Guttesen leiðir kórið Spælarar Klaver Henry Olsen, Jóannes á Váli og Finnur Marstein Orgul Jóannes á Váli El bass Filip Rajani Hansen Saxofon Katrina Olsen Violin Oda Drós Østerø Violin Marta Sofía Østerø Cello Kristina á Váli Trummur Mortan Johannesen Sangir 1. Ebenezerkórið Trygga farleið Jens Andreassen Klaver og bass 2. Ebenezerkórið Á Kristus bert A capella 3. Ebenezerkórið Dýrur kærleiki Jóhanna Rasmussen Klaver, bass og strúkarar 4. Ebenezerkórið Lambið verdigt er Klaver og bass Jóannes á Váli 5. Ebenezerkórið Tað finst ein vón Klaver, orgul, saxofon, strúkarar 6. Ebenezerkórið Á Golgata har Jesus Brita á Váli Smith Klaver og bass 7. Ebenezerkórið Ein frelstur syndari Eli smith Klaver og bass 8. Ebenezerkórið Gud tú sum okkum Orgul 9. Ebenezerkórið Ver tú hjá mær Klaver og Orgul 10. Ebenezerkórið Eymt og í kærleika Súsanna á Váli A capella 11. Ebenezerkórið Jerusalem Bárur Tindskarð Orgul Neyðugt er tó at viðgera alt tilfarið neyvari, áðrenn farast kann undir at gera eina ítøkiliga menningarætlan um føroyskan landbúnað. Henda viðgerð verður kortini ikki liðug soleiðis, at til ber at fara undir at seta í verk eina heildarmenningarætlan fyri landbúnaðin í Føroyum í 2021, hevur Fíggjarnevndin fingið at vita frá Umhvørvis og vinnumálaráðnum. Tíðindafundur um koronu verður í Kringvarpinum klokkan 9 00, har tað verður kunnað um nýggj tilmæli í sambandi við koronu. Á tíðindafundinum verða løgmaður, landsstýrismaðurin í heilsumálum, og læknafakligi ráðgevin hjá Heilsumálaráðnum Soleiðis sigur Mortan Johannesen, sum er eitt av teimum 13 fólkunum, sum í skjótt tríggjar mánaðir hevur vant rógving í neystinum hjá Havnar Róðrafelagið í Álakeri í Havn. Í morgunsendingini greiddi Jacobina Kristansen frá verkætlanini. Eisini varð prátað við venjaran, Toni Dam, og Mortan Johannesen og Mariu Vilhelmsen, sum bæði eru við í toyminum, sum rør. Stóra framsýningin Havið, sum skuldi vera í Listasavninum í vár, letur nú endiliga upp. Vit tosa við Solveig Hanusardóttir Olsen, listfrøðing og savnsvørð, um nøkur av teimum yvir hundrað verkunum, sum eru sett upp á Listasavninum. Hoyrið samrøðuna her Myndin omanfyri Karina Lykke Grand v.m. , stjóri á Listasavninum, og Solveig Hanusardóttir Olsen h.m. , listfrøðingur og savnsvørður Eg byrjaði við at finna eitt skelett. Og so fór eg ferðina við henni at finna útav, hvør tað var. Eg var komin tríggjar fjórðingar inn í bókina, áðrenn eg visti hvør skelettið var. Soleiðis sigur Rakel Helmsdal, sum hevur útgivið eina nýggja stóra, ungdómsskaldsøgu á forlagnum Bókadeild Føroya Lærarafelags. Bókin er 446 síður. Bókin hevur fleiri frásagnarhættir. Har er forteljari, har eru dagbøkur, avísklipp, tekningar og annað, sum gera, at bókin hevur ein filmiskan dám. Ein beinagrind í einum kjarri. Ein knústur barndómur. Ein verð, tú ikki visti var til, men kanska hoyrir heima í. Eitt lítlafingurbein í lummanum og ein ryggsekkur á bakinum. Søgan um Lauru er ein ferð ígjøgnum minnir, manesjur við logandi kyndlum og ein leitan eftir svarum upp á brennandi spurningar. Einasta vitnið Dagbókin Hóast tað gongur hampiliga væl, so eru tað 40 prosent av teimum 15 ára gomlu, sum hava okkurt at gera orsakað av karies, tá tey vitja tannlæknan. Serliga matur, sum er søtur og klistrar, er av tí ónda fyri tannheilsuna. Tí er tað so umráðandi, at foreldur hjálpa børnunum at busta tenninar, til tey eru útvið 12 ára gomul og hava eitt gott handalag, sigur Sigrid Arge, tannlækni og leiðari á Barnatannrøktini í Havn. Ger løtuna, tá tenninar skulu bustast, til eina góða og hugnaliga løtu. Eisini kann tað vera eitt gott hugskot, at geva børnunum eina gularót ella eitt súrepli við í matpakkan, soleiðis at børnini kunnu eta tað sum tað síðsta. Gularót og súrepli kunnu so at siga mekaniskt reinsa tenninar, sigur Sigrid Arge. Umframt at fortelja um nýggju fráðgreiðingina hjá Tannlæknafelagnum í morgunsendingini kom Sigrid Arge eisini við góðum ráðum, tá tað snýr seg um tannheilsuna hjá børnum og ungum. Her eru nøvnini á øllum teimum, ið stilla upp á kommunuvalinum í dag. Nøvnini í yvirlitinum niðan fyri verða víst eftir stavraðnum. Hent at vita Hyggur tú at yvirlitinum á einari teldu og ikki við fartelefon , kanst tú velja, hvussu yvirlitið niðan fyri her skal vísast. Á teldu kanst tú trýsta á tær fýra yvirskriftirnar Navn , Listi , Flokkur og Valstað . Trýst einaferð afturat, vilt tú síggja yvirlitið í øvutari røð. Næstseinast, smittan varð funnin í Føroyum, var 30.oktober, tá var ein tilburður, og fyri tað var 26.oktober, tá fýra tilburðir vóru. Tá sóttarhaldið hjá manningini er liðugt, fer Erla Kongsdóttir í sigling, sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandfaraskipum landins. Tað er fyrst og fremst støðan í londunum uttan um okkum, sum ger, at landsstýrið hevur gjørt av at herða koronutilmælini í Føroyum. Farsóttarnevndin hevur mælt til at seta strangari tiltøk í verk, og landsstýrið hevur tikið tilmælini til eftirtektar, tó ikki øll. Teknmálstulkatænastan, tænastan hjá Almannaverkinum, sum tulkar sendingarnar fyri Kringvarpið, hevur bara ein tulk í løtuni, sigur Jenis av Rana. Sláið Ring, landsfelag føroyskum dansi at frama, hevur søkt um at fáa føroyska dansin tiknan upp í skránna yvir livandi siðaarv í Føroyum. Endamálið við sáttmálanum er at fáa fólk í øllum heiminum at seta orð á sín egna siðaarv og á tann hátt tryggja, at siðaarvurin ikki verður gloymdur. Tvær heilivágsfyritøkur, ávíkavist amerikanska Pfizer og týska BioNTech, boða í dag frá, at tær hava ment eitt koppingarevni, sum riggar í 90 prosentum av førunum. 43.000 fólk í seks ymiskum londum hava roynt koppingarevnið, sum báðar fyritøkurnar ætla at fáa góðkent longu síðst í hesum mánaðinum. Hetta koppingarevnið er millum tíggju koppingarevni, sum eru komin til triðja og seinasta royndarstig, men hetta er tað fyrsta, sum kann vísa á úrslit. Innferðarbannið, sum Bretland hevur sett móti Danmark, í kjalarvørrinum av koronusmittuni millum minkar í Norðurjútlandi, rakar eisini føroyingar. Um vikuskiftið boðaðu bretsku myndugleikarnir frá, at hvørki flogfør ella skip við ferðafólki úr Danmark í sleppa inn um bretskt mark. Heldur ikki ferðafólk, ið millumlenda í Danmark, sleppa við. Men av tí at hvørki Atlantic Airways ella Norr na flúgva ella sigla beinleiðis til Bretlands, so er munandi truplari hjá føroyingum at sleppa inn um bretska markið. Ferðafólkatalið millum Danmark og Bretland hevur verið avmarkað seinastu mánaðirnar, tí bara danir, ið lesa ella arbeiða í Bretlandi, sleppa inn í landið. Heilt síðani stóri studentagarðurin á Oyrasundi í Keypmannahavn varð bygdur í 1969, hevur hann drigið nógvar lesandi føroyingar til sín og tað ger hann framvegis. Tí hevur hann eitt stórt pláss í hjartanum hjá føroyingum og nógv nostalgi er knýtt at Oyrasundi. Sagt verður, at Oyrasundskollegiið er størsti studentagarður í Norðurlondum. Her eru 1024 leigumál og umleið 1.500 fólk búgva her. Hildið verður, at umleið helvtin eru føroyingar. Tí er tað ikki so løgið, at føroyingar kenna seg heima her og ofta ganga í inniskóm millum blokkarnar og íbúðirnar, sum tað kemur fram í hesi sending á Oyrasundi. Annars eru hesi fólkini við í sendingini á Oyrasundi Anna Armgarðardóttir Brimnes, Karin Katrina Liliendal, Torstein Mýlingstind, Pauli Øssursson Mohr, Birita Joensen, Sunneva Tausen Magnussen, Kristian Vágsheyg Kruse, Karla Egholm, Stefan Lamhauge Hansen, Brandur Mortensen Nolsøe, Heðin Arge, Tórður Hentze og Femja Mortensen. Jennifer torir ikki út einsamøll. Allastaðni, har hon gongur í tí lítla heimbýnum, stúrir hon fyri at møta teimum, sum hava happað hana, tá hon var barn. Men tað sigur hon ikki fyri tí stóra fjepparaskaranum á TikTok og Instagram, har hon brúkar nógva tíð at hjálpa øðrum við at ráða teimum til at hava dirvi og hyggja happaran í eyguni. Jennifer sjálv brúkar mest orku til at krógva seg og hugsa um, hvat hon man hava gjørt skeivt, síðan hon hevði uppiborið at vera so illa happað. Men kann hon vera góð fyrimynd fyri fjeppararnar og taka dystin upp við devulsettu happararnar frá fortíðini Johan 17 er kunstnari, nú fer hann fyrstu ferð eina langa ferð púra einsamallur, hann velur sær velduga Saltfjall sum mál. Hann sóknast eftir kærleikanum í náttúruni, men upplivir mest regn og mjørka. Tíbetur er trúfasti fýrbeinti vinurin Jarvi við. Norsk náttúrurøð. Síðst í 3 2 sendingini í kvøld valdu Páll Mohr Joensen og Helgi L. Petersen ársins lið, venjara, leikara, unga leikara og gjøgnumbrot. Ársins lið 2020 Spælskipan 4 4 2 Málverji Teitur Matras Gestsson HB Høgri bakkur Jóanes Kalsø Danielsen KÍ Miðverji Oddur Højgaard NSÍ Miðverji Bartal Wardum HB Vinstri bakkur Daniel Johansen HB Høgri miðvallari Jóannes Bjartalíð KÍ Sentralur miðvallari Heðin Hansen HB Sentralur miðvallari Sølvi Vatnhamar Víkingur Vinstri miðvallari Petur Knudsen NSÍ Áleypari Klæmint Andrasson Olsen NSÍ Áleypari Uros Stojanov ÍF 22 ára gamli Petur Knudsen úr NSÍ bleiv valdur til ársins leikara. Jens Berthel Askou, venjarin hjá HB, er ársins venjari. Samuel Chukwudi Johansens úr HB er ársins ungi leikari Hilmar Leon Jacobsen er ársins gjøgnumbrot. Myndirnar av leikarunum í sambandi við ársins lið stava frá fótbóltskortunum, og tær hava fotografarnir Mureldur og Bárður Eklund tikið fyri Føroysk Fótbóltskort. Grundgevingarnar fyri Ársins liði eru síðst í 3 2 sendingini, sum kann síggjast HER . Seinnapartin í morgin fara Føroya Arbeiðsgevarafelag og KT felag at skipa fyri einum tiltaki, har endamálið er at fáa svar uppá tey ivamál, sum fyritøkur munnu hava viðvíkjandi nýggju dátuverndarlógini, sum varð samtykt í summar. Eitt nú fer Katrin Thorsvig Hansen, virkandi stjóri á Dátueftirlitinum, at hava eitt upplegg, sum kallast hvat er dátuverndarlógin og hvør skal liva upp til lógina. Tiltakið, sum er fyri limirnar í feløgunum í Vinnuhúsinum, verður í miðhøllini í nýggja skúlanum á Skúlatrøð mikudagin klokkan 14. Sannlíkindini fyri, at fólk í Fugloy fara á kommunuval í dag eru munandi størri enn at fólk í Skúvoy fara á kommunuval. Í øllum førum um hugt verður at tølunum á seinasta kommunuvalinum. Tilsamans 97,8 prosent av øllum teimum, sum búðu í Fugloy 8. november í 2016 vóru á vali tá. Hinvegin vóru til samanberingar bara 78,4 prosent av fólkunum í Skúvoy og valdu ta ferðina. Í 2016 høvdu 36.905 fólk í Føroyum valrætt á kommunuvalinum, og tá var valluttøkan í miðal 83,8 prosent fyri alt landið. Her eru tølini fyri valluttøkuna í teimum einstøku kommununum. Oljuprísurin lækkar eitt sindur í morgun, eftir at hann í gjár hækkaði, tá fyritøkan Pfizer, kunngjørdi, at koppingarevni ímóti koronuviorus var komið í ljósmála. Ein tunna av olju úr Norðsjónum verður í morgun seld fyri slakar 42 dollarar, ein dollara minni enn seinnapartin í gjár, og ein tunna av olju úr USA, verður seld fyri slakar 40 dollarar fyri tunnuna, ein góðan dollara minni enn seinnapartin í gjár. Oljumálaráðharrin í Saudiarabia, segði í gjár, at londini í OPEC, og londini sum samstarva við OPEC, kunnu broyta avtaluna, um tað vísir seg, at oljuprísurin fer at lækka meir, áðrenn eitt koppingarevni verður funnið fyri korona. Londini í OPEC samdust um at minka søluna av olju við 7,7 milliónum tunnum um dagin frá august til desember, og hava síðani havt ætlanir um at økja søluna aftur við tveimum milliónum tunnum um dagin frá í januar. Til 1. oktober setti Bakkafrost út knappliga 14 milliónir smolt. Í fjør var talið 7,7 milliónir. Í ár eru 8,7 milliónir smolt sett út í Føroyum og 5,2 milliónir í Skotlandi. Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur sett eina nevnd, sum skal greina, hvørji fyrst skulu viðgerast við koppingarevninum fyri koronu, tá tað verður tøkt. Tá tveir av monnunum vórðu komnir til Føroya við Norr nu hevði tollvaldið funnið eitt kilo av amfetamini, sum løgreglan býtti um við flormelis. Talan er um hesar kommunurnar Kommuna Borgarstjóri Eiðis kommuna Jógvan í Skorini Eysturkommuna Jóhan Christiansen Hovs kommuna Jónsvein Hovgaard Húsavíkar kommuna Brynhild Sørensen Kunoyar kommuna Sóleyð Klettskarð í Kongsstovu Kvívíkar kommuna Heri Müller Nes kommuna Jóhannes Danielsen Porkeris kommuna Mikkjal Sørensen Sunda kommuna Heðin Zachariasen Sørvágs kommuna Aim Jacobsen Vága kommuna Eyðdis Hartmann Niclasen Millum teir borgarstjórarnar, sum ikki stilla upp aftur, er Heðin Zachariasen, sum í mong ár var borgarstjóri í Hvalvíkar kommunu, áðrenn kommunan í 2005 gjørdist partur av Sunda kommunu. Zachariasen gjørdist borgarstjóri á fyrsta sinni í 1997 í Hvalvíkar kommuna, og helt eftir samanleggingina í 2005 fram sum borgarstjóri í Sunda kommunu til 2008. Í 2019 varð hann valdur á Løgting. Heðin hevur verið virkin í kommunupolitikki í 24 ár, men nú var tíðin komin at gevast. Les meira og hoyr samrøðu við fráfarandi borgarstjóran í Sunda kommunu her . Eisini Vága kommuna skal hava nýggjan borgarstjóra. Núverandi borgarstjóran, Eyðdis Hartmann Niclasen, bjóðar seg nemliga ikki fram aftur. Hon bjóðaði seg fyri fyrstu ferð fram í politikki á kommunuvalinum fyri fýra árum síðan, og hevur tískil bara sitið sum borgarstjóri eitt valskeið. Eg ætli mær ikki at verða livibreyðspolitikari, og ætlanin var ongantíð at vera borgarstjóri meira enn fýra ár. Mær leingist eisini aftur í starvið í Smyril Line, sigur hon um orsøkina til, at hon nú takkar fyri seg. Kommunur. Vel bygd ella bý. Eiðis kommuna Eysturkommuna Fámjins kommuna Fuglafjarðar kommuna Fugloyar kommuna Hovs kommuna Húsavíkar kommuna Hvalbiar kommuna Hvannasunds kommuna Klaksvíkar kommuna Kunoyar kommuna Kvívíkar kommuna Nes kommuna Porkeris kommuna Runavíkar kommuna Sands kommuna Sjóvar kommuna Skálavíkar kommuna Skopunar kommuna Skúvoyar kommuna Sumbiar kommuna Sunda kommuna Sørvágs kommuna Tórshavnar kommuna Tvøroyar kommuna Vága kommuna Vágs kommuna Vestmanna kommuna Viðareiðis kommuna Trýst á listan, fyri at síggja úrslitini, úr ymsu kommununum. Um onki kemur fram, frá tíni kommunu, so eru úrslitini ikki komin. Bilurin, sum vit hava brúkt, er 32 ára gamal, og nú tá tunnilin nærkast, hildu vit, at nú var rætta løtan at fáa nýggjan bil, sigur Sunnleiv Højgaard og vísir á, at nógv er broytt seinastu 30 árini. Hetta er ein heilt annar bilur, og hann er rættiliga framkomin. Hesin nýggi bilurin hevur eina sonevnda finger touck skipan at stýra við, soleiðis at mann stýrir tí mesta við at trýsta á ein skíggja. So dugir mann við einum Ipad, dugir mann eisini hetta, heldur Sunnleiv Højgaard skemtiliga fyri. Endamálið við skúlastýrunum er, sambært heimasíðuni hjá uttanríkis og mentamálaráðnum, at fáa skipað samstarv millum skúla og heim, soleiðis at foreldur eru við til at mynda virksemið á tí skúla, har børn teirra ganga. Hvør sjálvstøðugur skúli í landinum hevur eitt skúlastýri, ið verður mannað av foreldrum, umboðum fyri kommunustýri, skúlaleiðara og starvsfólkaumboðum. Hesi síðst nevndu eru við, um skúlin hevur 20 næmingar ella fleiri. Uppgávurnar hjá skúlastýrinum eru millum aðrar at áseta meginreglur um virksemi skúlans, tá tað snýr seg um undirvísingarætlan, samstarv millum skúla og heim, foreldrafundir og arbeiðsbýti millum lærarar og vikuætlan. Umframt meginreglurnar skal skúlastýrið avgera atferðarreglur í skúlanum og ummæla fíggjarætlanina fyri skúlan, viðgera uppskot um skúlabygging og umbygging. Tá skúlastýrið skipar seg eftir valið, skal formaður vera eitt foreldraumboð, meðan skúlaleiðarin er skrivari, og hevur ikki atkvøðurætt. Framtíðin liggur opin fyri skjótt fyrrverandi borgarstjóranum í Nes kommunu, sum hevur sitið í sessinum síðan 2013. Jóhannus Danielsen stillar nevniliga ikki uppaftur, men kann fegnast um, at nógv er komið av skafti hesi á átta árini, hann hevur sitið sum borgarstjóri. Úr rúgvuni nevnir hann dagføringar á barnaøkinum, frítíðar og ítróttarøkinum og bygdarvegum, umframt at íbúðarbygging er farin í gongd á Toftum. Ivast tú enn, tá tú hugsar um, hvar krossurin skal setast, og spælir umhvørvið ein leiklut í tínum vali, so hevur umhvørvisfelagsskapurin Veðurlagslóg NÚ eitt amboð, ið kann hjálpa tær at velja eitt valevni, ið heldur tað sama sum tú. Felagsskapurin hevur heitt á øll uppstillað um at svara nøkrum spurningum sum geva ábending um, hvar tey standa innan orku og umhvørvi, og sjálvt um ikki øll tey 548 uppstillaðu hava svarað, so luttekur ein góður triðingur í kanningini, og hetta er eitt nøktandi svar, sigur Ingmar Valdemarson á Løgmansbø, sum tó hevði ynskt sær, at talið var hægri. Vit høvdu vónað at luttøkan var hægri, men til eitt kommunuval er hetta helst eitt realistiskt úrslit, tí tað er ymiskt, hvussu seriøs tey uppstillaðu eru. Summi vilja fegin veljast inn og hava eina greiða hugsan um hvat tey vilja, eisini á umhvørvisøkinum, meðan onnur mest eru við fyri at hjálpa til við at manna listarnar. Hann leggur afturat, at tey tó høvdu ynskt, at summar av størru kommununum vóru betri umboðaðar, tí hesar hava meira ella størri vinnu og tí eisini størri árin á umhvørvið. Eitt annað týdningarmikið endamál við hesari kanning er, at vit fáa stimbrað valevni til at gera sær nakrar tankar um umhvørvið, tí kommunur spæla ein stóran leiklut, tá tað snýr seg um bæði útlát og burðardygd. Til spurningin um, hvørt hetta er nakað, sum man kann minna valevnini uppá eftir valið ella ikki, sigur Ingmar, at tað fyri sovítt ongantíð var endamálið. Tvørtur ímóti kann hetta vera eitt gott amboð hjá teimum valdu at síggja, hvar hini valdu eru, og hvat man kann samstarva um á umhvørvisøkinum. Heini Gaard steðgaði nøkrum veljarum í Runavík í dag, og spurdi teir, hvussu nógv ferðslan í økinum hevur at siga hjá teimum, nú val er. Linjohn Christiansen er borgarstjóri í Skálavík, og tað hevur hann eisini verið síðani 1989. Linjohn er tann borgarstjórin, millum allar núverandi borgarstjórar, sum hevur sitið longst heili 32 ár. Eftir øllum at døma verður hetta tíðarskeiðið enn longri. Tí Linjohn hevur enn eina ferð fingið flest atkvøður. Hann fekk 36 atkvøður. Torkil Jógvansson Dalsgaard og Anita Joensen fingu bæði næstflestar atkvøður, tey fingu 13 atkvøður í part. Aftur at teimum komu Bogi Trondesen Hentze og Høgni Samuelsen inn við ávíkavist 9 og 8 atkvøðum. Nýggja kommunustýrið í Skálavík sær soleiðis út Nummar Navn Atkvøður 1 Linjohn Christiansen 36 2 Torkil Jógvansson Dalsgaard 13 3 Anita Joensen 13 4 Bogi Trondesen Hentze 9 5 Høgni Samuelsen 8 Gerhard heldur fram í Skopun Fara vit til Skopunar, so hevur núverandi borgarstjórin, Gerhard Lognberg, verið borgarstjóri í Skopunar kommunu síðani 1992. Og líkt er eisini til, at hetta tíðarskeiðið verður longt. Gerhard Lognberg hevur fingið flestar atkvøður í Skopunar kommunu, har hann hevur fingið 64 atkvøður. Sostatt hava teir báðir borgarstjórarnar á Sandoynni verið borgarstjórar í 60 ár. Báðir hava teir eisini fingið flest atkvøður til hetta valið. Nýggja kommunustýrið í Skopun sær soleiðis út Nummar Navn Atkvøður 1 Gerhard Lognberg 64 2 Marjun S. Debes 56 3 Winnie Kjærbo 45 4 Friðfinn Nicolajsen 32 5 Hallmar Winther 21 Nú mangla einans trý valstøð at vera tald upp, og tað eru Runavíkar, Tórshavnar og Klaksvíkar kommuna. Sí øll úrslitini her . Soleiðis sigur Joen Peter Petersen, veljari í Skálavík, sum er av teirri fatan, at Skálavík helst doyr út, um ein kommunusamanlegging verður veruleiki. Heldur vísir hann á góða samstarvið sum er í oynni innan fleiri ymisk øki, tí kommunurnar eru felags um bæði lækna, skúla, B71 og ellisheim, sum tær fýra kommunurnar fíggja í felag. Heðin varð av fyrstantíð valdur sum kommunustýrislimur í Hvalvíkar kommunu í 1993. Hesa tíðina var Heðin næstformaður í kommunustýrinum, tað sum vit í dag kalla varaborgarstjóri. Zachariassen gjørdist borgarstjóri á fyrsta sinni í 1997 í Hvalvíkar kommunu, og helt eftir samanleggingina í 2005 fram sum borgarstjóri í Sunda kommunu til 2008. Tá man hevur verið so mikið leingi í kommununi, haldi eg tað vera rætt at lova øðrum framat, sigur Heðin Zachariassen um avgerðina at gevast og leggur afturat, at hann gjarna vil steðga sjálvur. Eg minnist ikki ordiliga, hvat ið gjørdi, at eg stillaði upp fyrstu ferð sikkurt var tað tí, at eg var biðin. Tá hugsaði eg als ikki um at gerast borgarstjóri. Men tá ið man so hevur sitið í fýra ár, so tók eg av møguleikanum og tók við sum borgarstjóri. Síðani eg kom í Sunda kommunu, havi eg verið øgiliga málrættaður. Eg havi viljað verið borgarstjóri, og tað hevur eisini eydnast mær, sigur Heðin Zachariassen. Millum annað bygdaráðsfundirnir, sum ikki longur eru handan afturlatnar dyr. Men størsta broytingin er allarhelst samanleggingin, sum eisini førdi við sær, at skúlabygnaðurin í kommununi varð broyttur, sigur Heðin Zachariassen. Vit fluttu skúlan inn í hjartað hjá kommununi, og tað er eingin ivi um, at hetta hevur verið tann størsta og eymasta broytingin í kommuni. Men tað er eisini tann týdningarmiklasta broytingin, sum vit hava gjørt, tí skúlin er grundvøllurin fyri ungdómin, sigur Heðin Zachariassen. Tá hann hugsar aftur á tíðina hjá sær í kommunalpolitikki, fegnast Heðin serliga um samanleggingina, sum hevur havt jaliga ávirkan á allar partar av kommununi. Bæði fyri ungdómin, skúlaverkið, eldraøkið, vinnuna, barnafamiljur, ítróttin og nógv afturat. Vit hava havt ein fólkavøkstur í Sunda kommuna, sum er hægri enn miðal fólkavøksturin í Føroyum, so eg haldi, at vit kunnu siga, at politikkurin hjá okkum hevur eydnast. Um ikki so langa tíð verður Eysturoyartunnilin tikin í nýtslu, og hetta kann ávirka Sunda kommunu bæði jaliga og neiliga, heldur Heðin Zachariassen. Eg haldi tað vera øgiliga umráðandi, at fólkið, sum kemur til her, torir at hava meiningar og taka avgerðir. Her eru nógv góð og ung fólk, sum stilla upp, so eg síggi heilt avgjørt eina bjarta framtíð fyri Sunda kommunu. 11 núverandi borgarstjórar bjóða seg ikki fram aftur á kommunuvalinum í ár. Ein teirra er Heðin Zachariassen, borgarstjóri í Sunda kommunu. Heðin varð av fyrstantíð valdur sum kommunustýrislimur í Hvalvíkar kommunu í 1993. Hesa tíðina var Heðin næstformaður í kommunustýrinum, tað sum vit í dag kalla varaborgarstjóri. Zachariassen gjørdist borgarstjóri á fyrsta sinni í 1997 í Hvalvíkar kommunu, og helt eftir samanleggingina í 2005 fram sum borgarstjóri í Sunda kommunu til 2008. Tá man hevur verið so mikið leingi í kommununi, haldi eg tað vera rætt at lova øðrum framat, sigur Heðin Zachariassen um avgerðina at gevast og leggur afturat, at hann gjarna vil steðga sjálvur. Eg minnist ikki ordiliga, hvat ið gjørdi, at eg stillaði upp fyrstu ferð sikkurt var tað tí, at eg var biðin. Tá hugsaði eg als ikki um at gerast borgarstjóri. Men tá ið man so hevur sitið í fýra ár, so tók eg av møguleikanum og tók við sum borgarstjóri. Síðani eg kom í Sunda kommunu, havi eg verið øgiliga málrættaður. Eg havi viljað verið borgarstjóri, og tað hevur eisini eydnast mær, sigur Heðin Zachariassen. Millum annað bygdaráðsfundirnir, sum ikki longur eru handan afturlatnar dyr. Men størsta broytingin er allarhelst samanleggingin, sum eisini førdi við sær, at skúlabygnaðurin í kommununi varð broyttur, sigur Heðin Zachariassen. Vit fluttu skúlan inn í hjartað hjá kommununi, og tað er eingin ivi um, at hetta hevur verið tann størsta og eymasta broytingin í kommuni. Men tað er eisini tann týdningarmiklasta broytingin, sum vit hava gjørt, tí skúlin er grundvøllurin fyri ungdómin, sigur Heðin Zachariassen. Tá hann hugsar aftur á tíðina hjá sær í kommunalpolitikki, fegnast Heðin serliga um samanleggingina, sum hevur havt jaliga ávirkan á allar partar av kommununi. Bæði fyri ungdómin, skúlaverkið, eldraøkið, vinnuna, barnafamiljur, ítróttin og nógv afturat. Vit hava havt ein fólkavøkstur í Sunda kommuna, sum er hægri enn miðal fólkavøksturin í Føroyum, so eg haldi, at vit kunnu siga, at politikkurin hjá okkum hevur eydnast. Skjótt letur Eysturoyartunnilin upp, og hetta kann ávirka Sunda kommunu bæði jaliga og neiliga, heldur Heðin Zachariassen. Tó er hann ikki eina løtu í iva um, at framtíðin hevur nógv gott at bjóða Sunda kommunu. Eg haldi tað vera øgiliga umráðandi, at fólkið, sum kemur til her, torir at hava meiningar og taka avgerðir. Her eru nógv góð og ung fólk, sum stilla upp, so eg síggi heilt avgjørt eina bjarta framtíð fyri kommununa. Jákup Sumberg, høvuðskokkar á nýggju matstovuni Hallartún, vitjaði Gunnar Nolsøe og Leif Láadal í útvarpsstovuni við einari vælsmakkandi dessert, sum bæði er løtt at gera og smakkar sera væl. Tilfar Sukur 2 nelikar 1 kanelstong 4 5 dl appelsindjús Ananas Ristað kokus pynt Vaniljuís ella vaniljukrem afturvið Møguliga saft frá einari sitrón Um tær tørvar meira nágreiniliga vegleiðing, kanst tú lurta eftir samrøðuni omanfyri, har Jákup greiðir nærri frá, hvussu tú gert lekru dessertina. Jákup Sumberg, høvuðskokkar á nýggju matstovuni Hallartún, vitjaði Gunnar Nolsøe og Leif Láadal í útvarpsstovuni við einari vælsmakkandi dessert, sum bæði er løtt at gera og smakkar sera væl. Tilfar Sukur 2 nelikar 1 kanelstong 4 5 dl appelsindjús Ananas Ristað kokus pynt Vaniljuís ella vaniljukrem afturvið Møguliga saft frá einari sitrón Um tær tørvar meira nágreiniliga vegleiðing, kanst tú lurta eftir samrøðuni omanfyri, har Jákup greiðir nærri frá, hvussu tú gert lekru dessertina. Tað segði Tummas Lervig, valevni í Klaksvík, sum í morgun hevði fylt sær bilin við 100 rósum, ið skuldu gevast út til fólk í býnum. Fólkaflokkurin í Klaksvík plagar at bjóða til valkaf , tá val er, men orsakað av koronu hava eisini tey verið noydd til at hugsa øðrvísi. Tí hava veljarar í Klaksvík í dag sæð ein buss uttan fyri valhølið, har góður tónleikur ljóðaði úr hátalarunum og fryntlig fólk hava bjóðað teimum ein heitan munn. Men talan hevur ikki verið um at fanga veljaran á veg inn sum so. Ein av teimum 11 borgarstjórunum , sum ikki bjóða seg fram aftur til kommunuvalið í ár, er Jógvan í Skorini, borgarstjóri í Eiðis kommunu. Eg eri bangin fyri, at eg havi hug at punktera, um tað var komið upp á 12 ár. Hevði tað verið tvey ár afturat, so vænti eg kanska, at eg hevði stillað upp aftur, sigur fráfarandi borgarstjórin. Hesi seinastu átta árini eru nógvar broytingar framdar í bygdini, og nógv av hesum er Jógvan í Skorini glaður fyri, nú hann hyggur aftur á árini sum borgarstjóri. Økið í Hólmanum við vøllinum, bygdasalinum og venjingarhølinum, mentanarhøll upp í skúlanum, frítíðarskúla og nýggjar íbúðir. Tað er sera nógv at gleðast um, sigur Jógvan í Skorini. Í mun til nógvar aðrar kommunur, har samanlegging við øðrum kommunum hevur fylt nógv, so hevur hetta ikki fylt nógv í kommunustýrinum á Eiði. Eg dugi ikki at síggja nakran fyrimun her hjá okkum við kommunusamanlegging. Vit hava eina kommunu, sum er fíggjarliga væl rikin, vit hava gott samstarv við grannakommunur, sigur Jógvan í Skorini. Vit hava lægri skattaprosent enn allar aðrar kommunur í miðstaðarøkinum, og vit hava ein høgan barnafrádrátt. Vit hava alt tað her norðuri, sum ein stór kommuna eigur at hava. So eg vænti, at um tú spyrt fólkið her, so er eingin við upp á kommunusamanlegging. Fráfarandi borgarstjóran væntar eina sjónliga kommunu, og hann vónar, at framsíggin fólk, sum tora at taka avgerðir, verða at síggja í komandi stýrinum. Jóannes Eidesgaard hevur verið virkin í politikki, síðan hann stillaði upp til kommunuvalið á Tvøroyri í 1980. Ein av orsøkunum til at hann kom inn, sigur Jóannes vera sambandið, hann hevði við fólk í býnum, tí hann var lærari og kom tí í samband við nógv fólk dagliga. Eisini hjálpti tað, at hann var virkin í ítrótti, har samstarv við nógv ymisk fólk var leisturin. Tað eru tær persónligu relatiónirnar millum valevni og veljara, sum viga mest, tá samanum kemur, sigur Jóannes. Um broytingina, sum er farin fram í kommunalpolitikki frá tá til nú, sigur fyrrverandi løgmaður, at tá vóru stóru málini í kommununi til dømis vinnulívið, har flakavirki og bátar fyltu nógv hjá kommununi, sum var ein virkin viðleikari í vinnuni. Síðan tá eru eldra og dagstovnaøki yvirtikin, og tey bleytu virðini eru komin meira á skránna. Hetta hevur við sær, at tað er meira áhugavert hjá valevnum at stilla upp, tí har er meira at arbeiða við, tó at tað ikki er eins lætt hjá smærru kommununum, har fíggjar og umsitingarorkan ikki er stór, og tað er hjá teimum stóru. Jónhild Midjord Nybo er 18 ára gomul og býr á Tvøroyri. Jónhild stillar upp til bygdaráðið á Tvøroyri, og hetta er eisini fyrstu ferð, at hon fer á val. Tað er eingin loyna, at sitandi býráð hevur ikki samstarvað serliga væl, og tað ætli eg mær at broyta, um eg sleppi inn, sigur unga valevnið. Kristina Roest tók seg úr samgonguni, tí hon ikki kundi góðtaka arbeiðslagið, sum var í táverandi samgonguni. Hetta fylti eisini nógv í miðlunum, sum fylgdu væl við støðuni á Tvøroyri. Nýggja samgongan í Tvøroyrar býráði boðaði stutt eftir valið frá, at borgarstjórin ikki longur fekk tilsøgn frá meirilutanum um at virka sum løgtingslimur og borgarstjóri samstundis. Eisini hendan ósemjan fylti nógv í miðlunum. Kristin Michelsen bleiv tó verandi borgarstjóri, samstundis sum hann stillar upp aftur til kommunuvalið í ár. Eitt, sum reportarar okkara hava bitið merki í á valstøðunum kring landið, er, at atlitini at koronu fylla nógv, tá valstøðini taka ímóti veljarum. Poula á Líðarenda, sum er valstýrisforkvinna í Eysturkommunu, vísir Heina Gaard og Gesti Lómstein, hvussu tey hava loyst avbjóðingina við koronu. Tað er næstan líkamikið, hvønn eg velji, so fara øll at hava ávirkan. Tey, sum ikki koma inn, eru á útskiftingarbeinkinum, sigur Páll Hellu. Sveinur Thomasen býr í Vága kommunu, og hóast skuld og skattaviðurskifti hava fylt nógv í valstríðnum, fegnast hann um, at nógv valevni hava bjóðað seg fram. Skuldin er stór, skattaprosentið er av tí hægsta og barnafrádrátturin er lágur. So tað er ikki so nógv, sum talar fyri, at tað er spennandi at gerast partur av kommunustýrinum, men tað eru nógv, sum bjóða seg fram. Poul Osmund Tórarenni fekk 14 atkvøður, og Harry Jensen fekk 11. Umframt teir báðar er Jákup Andrias Thomsen valdur við sjey atkvøðum. Tveir listar vóru til valið í Kunoy, og sigast má, at sessirnir eru væl býttir millum listarnar. Listi A fekk 50 atkvøður og tríggjar limir, meðan listi B fekk 48 atkvøður og tveir limir. Toppskorari var Poul Jacob Poulsen av lista A við 19 atkvøðum, meðan Gunnhild Dahl Niclasen kom inn á øðrum plássi við 18 atkvøðum. Símun Gullaksen er toppskorari, hini valevnini sum eru vald inn eru Amalia í Frammistovu, sum fekk 11 atkvøður og Maria Fríða Christiansen, sum fekk sjey atkvøður. 38 fólk høvdu valrætt í Fugloy, og 34 atkvøður komu inn til valið í ár. Tað eru tvær bygdir í Fugloyar kommunu Hattarvík og Kirkja. Trý onnur valevni vóru eisini uppstillað Elias Sonni Zachariassen fekk tríggjar atkvøður, ímeðan Jóannes Andrason og Jóhanna Maria Hanusardóttir Lydersen fingu null atkvøður hvør. Fyrstvaldur á Sandi er Heri Sverrason við 46 atkvøðum. Kristian Oskar J. Henriksen, Anja Sandoy og Hildigerð Djurhuus eru eisini nývald. Kringvarpið var og vitjaði heima hjá Jóhan Mikkelsen, tá ið telefonin ringdi. Hann var ikki sørt bilsin, tá ið hann fekk boðini um, at hann er valdur. Jóhan Mikkelsen fekk 69 atkvøður og fekk næstflestar atkvøður. Eyð Ellingsgaard, sum eisini stillaði upp á lista B, er fyrstvald og fekk 126 atkvøður. Tey, sum eru vald í Sørvági, eru 1 B Eyð Ellingsgaard 126 2 B Jóhan Mikkelsen 69 3 A Hugin Skaalum 66 4 B Elsebeth Davidsen 58 5 A Jón Joensen 48 6 A Jóhan Frói á Ørg 47 7 B Sune Jacobsen 46 Fyrr í dag greiddi hon sína atkvøðu, og tað var við blandaðum kenslum. Arnfríð Joensen Dahl fekk orðið á Sóleyð Klettskarð í Kongsstovu.107 fólk høvdu valrætt í Kunoy, og 98 atkvøður komu inn til valið í ár. Tveir listar vóru til valið í Kunoy, og sigast má, at sessirnir eru væl býttir millum listarnar. Listi A fekk 50 atkvøður og tríggjar limir, meðan listi B fekk 48 atkvøður og tveir limir. Toppskorari var Poul Jacob Poulsen av lista A við 19 atkvøðum, meðan Gunnhild Dahl Niclasen kom inn á øðrum plássi við 18 atkvøðum. Hondskrivað brøv og fresað plakat vóru millum valtilfarið, sum Annika Steintórsdóttir Biskupstø hevði í skjáttuni til valstríðið í Klaksvík, og so er bara at bíða eftir at vita, hvussu leikur fer. Eisini børnini vita, hvat tey ynskja sær, um tey sleppa at velja. Í skrivandi stund er líkt til, at bunkin hjá Anniku er millum størru bunkarnar í badmintonhøllini. Eisini í Vestmanna eru atkvøðurnar upptaldar, og aftur hesa ferð hevur borgarstjórin, Pauli T. Petersen, fingið flest atkvøður. Pauli T. Petersen fekk 248 atkvøður. Níggju fólk vórðu uppstillað á einasta valevnislistanum í Vestmanna. Sjey av teimum hava nú fingið pláss í nýggja bygdaráðnum, har trý teirra eru nývald. Millum nývaldu kommunustýrislimirnar er Bjørg á Rógvi, sum við 140 atkvøðum fekk næstflestar atkvøður. Eisini Sára Jógvansdóttir er nývald, og hon fekk triðflestar atkvøður við 96 atkvøðum. Afturat teimum er nývalda Anja Haldansen við 56 atkvøðum. Eyðun Hansen, Laila Haldansen og Ingi Olsen eru øll afturvald við ávíkavist 68, 56 og 49 atkvøðum. Nýggja kommunustýrið í Vestmanna sær tí soleiðis út Nummar Navn Atkvøður 1 Pauli T. Petersen 248 2 Bjørg á Rógvi 140 3 Sára Jógvansdóttir 96 4 Eyðun Hansen 68 5 Laila Haldansen 59 6 Anja Haldansen 56 7 Ingi Olsen 49 Til kommunuvalið í 2016 fekk Sonni á Horni heilar 137 atkvøður, og fekk tí nógv flestar atkvøður. Hesa ferð eru atkvøðurnar meira javnt deildar, og tríggir listar fingu trý umboð í part. Toppskorarin í Fuglafirði gjørdist Dávur Juul, granni Sonna, og er staddur umborð á einum skipi í Brasil, haðan hann hevur ført valstríð, og sigast má, at hann hevur fingið eitt framúr val. Kristin Michelsen á Tvøroyri gjørdi aftur hesaferð eitt sera gott val, og listin hjá honum kann einsamallur skipa meiriluta á Tvøroyri. Borgarstjórin á Tvøroyri, Kristin Michelsen, ið hesaferð stillaði upp á felagslistanum, gjørdi aftur í ár eitt sera gott val. Hann fekk 285 persónligar atkvøður. Hóast tað er eitt sindur færri enn til seinasta kommunuval, tá ið hann fekk 297 persónligar atkvøður, so fekk hann aftur hesaferð eina álitisváttan frá borgarunum á Tvøroyri. Lurta eftir samrøðu, sum John Johannessen gjørdi við Kristin Michelsen. Tey, sum eru vald á Tvøroyri, eru 1 T Kristin Michelsen 285 2 C Bjarni Hammer 121 3 C Kristina Roest 95 4 T Anita Vibergsdóttir 84 5 T Alvi Mortensen 63 6 C Súsanna Bertholdsen 58 7 T Jónleyg Jespersen Bech 43 Sitandi borgarstjóri í Runavíkar kommunu, Torbjørn Jacobsen er fegin um valúrslitið og heldur, at úrslitið er ein viðurkenning av tí arbeiðinum, sum sitandi býrað hevur gjørt. Torbjørn Jacobsen er ovfarin av nógvu atkvøðunum, hann hevði væntað at fingið áleið tað sama sum til seinasta kommunuval, tá ið hann fekk 218 atkvøður. Sitandi borgarstjórin leggur dent á, at nývalda kommunustýrið suverent avger, hvør nýggi borgarstjórin verður. Hetta verður helst greitt í annaðkvøld. Nývalda kommunustýrið nummar Listi Navn Atkvøður 1. A Torbjørn Jacobsen 461 2. A Kaja Joensen 132 3. D Pauli Poulsen 129 4. A Tóri Højgaard 123 5. A Sonni Lamhauge Petersen 118 6. A Terje Beinar Vestergaard 104 7. D Jonhard Danielsen 102 8. A Sæunn Ólavsdóttir Hansen 97 9. A Elin Klein Joensen 87 10. C Jonnhild Reynholdsdóttir 81 11. B Petur Hansen 64 Fyri fýra árum síðan segði eg nei, tá tey bóðu meg stilla upp, men hesa ferð segði eg ja, og eg eri ovfarin av stuðlinum, eg havi fingið. Soleiðis sigur Eyð Ellingsgaard, sum stillaði upp á lista B í Sørvágs kommunu, og fær hon borgarstjórasessin í boði, so takkar hon ja. Eisini veit hon, hvat liggur á arbeiðsborðinum hjá nýggja kommunustýrinum, tá tað fer til verka, tí fremst liggur nýggja vøggustovan, og síðan er tað høllin, sum nærum øll valevnini ynskja sær. Borgaralistin hevur fingið seks av teimum níggju sessunum í Eysturkommunu. Listin hevur longu tosað saman, men Per Martin Gregersen vil enn ikki siga, hvørja støðu listin hevur tikið. Hesi eru tey, sum eru vald í Eysturkommunu 1 V Per Martin Gregersen 122 2 V Magnus Skoralíð 118 3 V Petur Súni Jacobsen 105 4 Á Hanna Jensen 101 5 V Katrin Kjartansdóttir 90 6 V Marjun Andreasardóttir 88 7 V Hjalti Dalheim 79 8 Á Rúni Justinussen 78 9 C Marita Klein Joensen 54 Eg havi satt at siga ikki biðið fólk um at atkvøða fyri mær. Tað hevur verið soleiðis, at um tey hava havt hug at atkvøtt fyri mær, so gera tey tað, og tað hevur so víst seg at eydnast, sigur Herborg. Vit hava havt trupulleikar í nógv ár við trivnaðinum hjá teimum ungu í kommununi, og tað ætli mær ikki at bara at arbeiða fyri men eisini sjálv at virka fyri, sigur Herborg Gaardlykke. Nýggja kommunustýrið í Vága kommunu sær soleiðis út Navn Nummar Atkvøður 1 Bjarni E. Prior 92 2 Rósa Samuelsen 80 3 Jóanis Albert Nielsen 74 4 Sólfríð Fjallsbak 73 5 Herborg Gaardlykke 70 6 Jens Gaardlykke 67 7 Ásla Leila Johansen 63 8 Albert Ólav Ellefsen 61 9 Jónhard Selfoss 60 10 Tórdis Eleina Dam Johannesen 58 11 Dagbjørn Hansen 51 Hans Jákup Kallsberg hevur verið borgarstjóri í Viðareiðis kommunu síðan 2009, men nú er møguleiki fyri, at hann missir sessin, tí hann bleiv nummar tvey á atkvøðulistanum á Viðareiði hesaferð. Í valstríðnum hevur hon prátað við fólk og sagt teimum, at hon fegin tekur eitt tak afturat í kommunustýrinum, og hetta hevur eftir øllum at døma givið úrslit. Sitandi borgarstjóri í Runavíkar kommunu, Torbjørn Jacobsen, er fegin um valúrslitið og heldur at úrslitið er ein viðurkenning av tí arbeiðinum, sum sitandi býráð hevur gjørt. Barbara Holm fekk orðið á Torbjørn Jacobsen, tá valúrslitið í Runavíkar kommunu var um at vera greitt. 461 persónligar atkvøður er met, í 2004 fekk Rodmund Nielsen 399 atkvøður. Torbjørn Jacobsen er ovfarin av nógvu atkvøðunum, hann hevði væntað at fingið áleið tað sama sum til seinasta kommunuval, tá ið hann fekk 218 atkvøður. Sitandi borgarstjórin leggur dent á, at nývalda kommunustýrið suverent avger, hvør nýggi borgarstjórin verður. Hetta verður helst greitt í annaðkvøld. Nývalda kommunustýrið nummar Listi Navn Atkvøður 1. A Torbjørn Jacobsen 461 2. A Kaja Joensen 132 3. D Pauli Poulsen 129 4. A Tóri Højgaard 123 5. A Sonni Lamhauge Petersen 118 6. A Terje Beinar Vestergaard 104 7. D Jonhard Danielsen 102 8. A Sæunn Ólavsdóttir Hansen 97 9. A Elin Klein Joensen 87 10. C Jonnhild Reynholdsdóttir 81 11. B Petur Hansen 64 Poul Jacob Poulsen úr Kunoy er fyrstvaldur í Kunoyar kommunu. Hann stillaði ikki upp til seinasta val og ætlaði ikki at stilla upp. Men so varð hann uppstillaður og fyrstvaldur. Poul Jacob Poulsen fekk 19 atkvøður. Sóleyð Klettskarð í Kongsstovu er borgarstjóri í Kunoyar kommunu, men hon stillaði ikki upp aftur. Hetta eru tey, sum eru vald 1 A Poul Jacob Poulsen 19 2 B Gunnhild Dahl Niclassen 18 3 A Jóhannes Christian Sofus Hansen Johannesen 17 4 B Rasmus Magnusson 16 5 A Hans Pauli Purkhús 12 Fólkaflokkurin hevur stóra framgongd, meðan Sjálvstýri gongur aftur, og tí eru sannlíkindini fyri einari setu afturat hjá Jógvani Skorheim í borgarstjórasessinum smá. Javnaðarflokkurin hevur sligið seg saman við Sambandsflokkinum, og hesir hava sostatt koppað tjóðveldisborgarstjóran, Dennis Holm. Vit eru farin í samgongu við Sambandsflokkin, og eg fegnist um álitið, sigur Bjarni. Tó væntar nýggi borgarstjórin ikki tær heilt stóru broytingarnar. Vit fara at hugsa um ein varnan fíggjarpolitikk, og borgarin skal vera í miðdepilinum. Vit fara at menna Vág við teimum møguleikunum, sum eru her, sigur nýggi borgarstjórin. Javnaðarflokkurin hevur staðið í skugganum av Tjóðveldi í nógv ár, og fyri ikki at missa trúvirðið í bygdini, so máttu vit taka ábyrgd, sigur nýggi borgarstjórin í Vágs kommunu, Bjarni Johansen. Hoyr samrøðu við nýggja borgarstjóran her. KOMMUNUVAL 2020. Nýggja kommunustýrið í Vágs kommunu sær soleiðis út Nummar Listi Navn Atkvøður 1 E Dennis Holm 165 2 C Bjarni Johansen 79 3 B Erhard Joensen 73 4 C Levi R. Mørk 64 5 C Magnus M. Hjelm 42 6 E Eyðbritt Krosslá 34 7 B Marin Gaardlykke 34 8 E Jónleyg Eyðunsson 32 9 E Bárður G. Nielsen 32 Nýggja stjørnuskotið í býráðspolitikki í Havn umboðandi Tjóðveldi er Elsa Berg. Hon er fyrst vald á Tjóðveldislistanum í Havnini, sum fær trý pláss í býráðnum. Hjartamálið hjá Elsu er umhvørvið, og sjálv heldur Elsa, at mongu atkvøðurnar merkja, at fólk vilja hava eina grøna, fjølbroytta og litríka kommunu. Eg stillaði upp, tí eg var sera stúrin um gongdina, sum vit síggja her bæði við umhvørvinum, bústøðum og við at fáa fólk at trívast í kommununi. Hesin stuðulin vísir, at fólk fegin vilja hava eina grøna, fjølbroytta og litríka kommuna, sigur nývalda Elsa Berg. Vit eru landsins størsta kommuna, so um vit veruliga gera nakað á umhvørvisøkinum, á bústaðarøkinum og fáa sosiala rættvísi fram í samfelagnum her, so gera vit eitt stórt hál fyri alt landið, sigur Elsa Berg. Tað er sanniliga nakað, sum motiverar meg. At eg kann vera við í býráðnum og gera ein mun fyri bæði kommununa og alt landið, sigur nývalda stjørnuskotið hjá Tjóðveldi í Havn. Borgarstjórin í Vestmanna boðaði annars frá fyri langari tíð síðani, at hann ikki fór at stilla upp aftur, men herfyri broytti hann meining, og valdi at stilla upp aftur. Og sigast má, at hann hevur fingið álitisváttan frá veljarunum í Vestmanna. Hann hevur nevniliga fingið 248 atkvøður, sum er næstan ein triðingur at samlaðu atkvøðunum. Sjálvt um fólkið talar greitt, so er ikki víst, at nýggja kommunustýrið heldur tað sama. Eg vóni, at tey velja meg, sigur Pauli Trónd Petersen. Hesi eru vald í Vestmanna 1 A Pauli Trond Petersen 248 2 A Bjørg á Rógvi 140 3 A Sára Jógvansdóttir 96 4 A Eyðun Hansen 68 5 A Laila Haldansen 59 6 A Anja Haldansen 56 7 A Ingi Olsen 49 Javnaðarflokkurin fær seks sessir í í nýggja býráðið í Havn. Fyrstvaldur er Heðin Mortensen, og hann hevur eftir øllum at døma longu tryggjað sær samgongumeirluta og borgarstjórasessin. Fólkaflokkurin fekk tvey umboð, Annika Olsen og Birgir Nielsen, Sambandsflokkurin fekk eitt umboð, Annfinn Brekkstein, Tjóðveldi trý umboð, Elsa Berg, Jákup Dam og Gunnvør Balle og Framsókn eitt umboð, Ruth Vang. Tað tók ikki langa tíð hjá valdu umboðunum hjá Fólkaflokkinum og Sjálvstýri at gera eina avtalu um meirlutasamstarv í hølunum hjá Mjølni í badmintonhøllini í Klaksvík. Greitt er, at Jógvan Skorheim heldur ikki fram sum borgarstjóri í Klaksvík. Atli Justinussen er toppskorari á Fólkaflokslistanum og hevur fingið boðið borgarstjórasessin, men hann sigur, at hann tekur ikki avgerðina í kvøld. Hann skal heim at tosa við konuna fyrst. Nýggja kommunustýrið í Vága kommunu sær soleiðis út Navn Nummar Atkvøður 1 Bjarni E. Prior 92 2 Rósa Samuelsen 80 3 Jóanis Albert Nielsen 74 4 Sólfríð Fjallsbak 73 5 Herborg Gaardlykke 70 6 Jens Gaardlykke 67 7 Ásla Leila Johansen 63 8 Albert Ólav Ellefsen 61 9 Jónhard Selfoss 60 10 Tórdis Eleina Dam Johannesen 58 11 Dagbjørn Hansen 51 Samráðingarnar eru í gongd á Gamla Apotekið í Havn, og har sita valdu umboðini frá teimum trimum flokkunum, Javnaðarflokkinum, Sambandsflokkinum og Framsókn. Enn eru allir smálutir ikki upp á pláss, men Javnaðarflokkurin fær sum størsti valflokkur borgarstjóran. Javnaðarflokkurin fekk í alt 43,9 av øllum atkvøðunum. Samráðingarnar eru í gongd á Gamla Apoteki í Havn, og har sita valdu umboðini frá teimum trimum flokkunum, Javnaðarflokkinum, Sambandsflokkinum og Framsókn. Enn eru allir smálutir ikki komnir upp á pláss, men Javnaðarflokkurin fæ,r sum størsti flokkur, borgarstjóran. Javnaðarflokkurin fekk í alt 43,9 av atkvøðunum. Yvirlitið við teimum persónligu atkvøðunum er sorterað eftir kommununum, men hetta kanst tú broyta við at trýsta á ymisku yvirskriftirnar í yvirlitinum. Dømi Trýstir tú á Valevni , sært tú øll tey uppstillaðu eftir stavraðnum. Trýstir tú á Atkvøður , sært tú, hvussu nógvar atkvøður, tey uppstillaðu fingu. Trýstir tú so einaferð afturat á ta ávísu yvirskriftina, verður yvirlitsmyndin víst í øvutari røð. Hetta riggar á teldu men ikki øllum fartelefonum. Í Havn var blekkið valla tornað á pappírinum við valúrslitinum, tá samráðingar um meiriluta millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Framsókn byrjaðu. Annfinn Brekkstein var eisini skjótur at peika á Heðin Mortensen sum borgarstjóri, og tað fegnaðist Heðin Mortensen um, tá samráðingarnar byrjaður beint fyri midnátt í gjárkvøldið. Í nýggja meirilutanum í Tórshavnar býráði eru sjey býráðslimir. Heðin Mortensen hevur sagt, at hann fer úr løgtinginum, verður hann borgarstjóri. BankNordik í Grønlandi hevði 156 milliónir krónur í vinningi fyri skatt frá 1. januar til 1. oktober í ár. Í sama tíðarskeiði í fjør var vinningurin 201 millión. 547 fólk stillaðu upp í gjár. Og sjey teirra fingu onga atkvøðu. Talan er um eitt valevni í Eysturkommunu, eitt í Skúvoyar kommunu, eitt í Fámjins kommunu, tvey í Fugloyar kommunu og tvey í Húsavíkar kommunu. Janus Thomsen, sum, uttan at biðja um tað og uttan at vilja tað, kom á lista A í Nes kommunu, vildi ikki hava nakra atkvøðu, segði hann við Dag og viku herfyri. Men hann fekk kortini seks atkvøður í gjár. Heðin Mortensen í Tórshavnar kommunu fekk nógv flestar atkvøður í gjár. Hann fekk 2.288. Síðani kemur Tróndur Sigurðson við 882, Annika Olsen við 586, Elsa Berg við 519 atkvøðum, tey eru øll vald í Tórshavnar kommunu, og nummar fimm er Torbjørn Jacobsen í Runavíkar kommunu við 461 atkvøðum. Jógvan Skorheim Í Sjálvstýri hevur fingið tilboð um at halda fram sum borgarstjóri í Klaksvík í eini fýra flokka samgongu millum Sjálvstýri, Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Tjóðveldi. Hon hevur skrivað til Jógvan Skorheim og vegna teir tríggjar flokkarnar boðið honum borgarastjórasessin. Signhild V. Johannesen sigur við útvarpið, at hon ikki hevur hoyrt aftur frá Jógvani Skorheim enn, og tey bíða eftir svari. Seint í gjárkvøldið varð avtala gjørd millum Fólkaflokkin og Sjálvstýri um samgongu, og árnfirðinginum, Atla Justinussen, ið var fyrstvaldur á Fólkaflokslistanum, stendur í boði at gerast borgarstjóri. Norðlýsið skrivar, at Fólkaflokkurin og Sjálvstýri hava samráðst til klokkan 5 í morgun, og at teir skulu møtast aftur á middegi í dag. Tær skulu sleppa at røra seg á einum stórum øki hvønn dag, skulu helst ikki eta kál men hoyggj, og so tola tær ikki at vera úti í nógvum regni. Harafturat er talan um eitt sosialt djór, og tí er ráðiligt at fólk fáa sær meir enn bara ein kanin, sigur Rannvá Knudsen, sum er djórasjúkrarøktafrøðingur. Joe Biden, sum eftir øllum at døma vann amerikanska forsetavalið í síðstu viku, tosaði í gjár við fleiri evropeiskar leiðarar, sum ynsktu honum tillukku við valsigrinum. Joe Biden tosaði sambært BBC við bretska forsætisráðharran, Boris Johnson, um at styrkja viðurskiftini millum londini, at arbeiða saman um veðurlagsbroytingarnar og hvussu londini kunnu koma styrkt burtur úr koronufarsóttini. Joe Biden tosaði eisini við franska forsetan, Emmanuel Macron, týska samveldiskanslaran Angelu Merkel, og írska forsætisráðharran, Micheál Martin, og sambært honum legði Joe Biden stóran dent á langafríggjadagsavtaluna. Langafríggjadagsavtalan hevur ofta verið nevnd í sambandi við Brexit samráðingarnar, og tað er millum annað tann avtalan, sum sigur, at onki marknalið skal vera á markinum millum Írland og Norðurírland. Í avtaluni stendur, at fólk, sum hava arbeitt í ES, EFTA, Sveis og Bretlandi, kunnu telja starvstíðina har við, tá tey søkja um pensjónina. Sjúrður Skaale spyr ráðharran, um somu reglur ikki eru galdandi í øllum ríkisfelagsskapinum, so starvstíðin í Føroyum og Grønlandi eisini telur við. Aðru ferð í lívinum eru barndómsvinirnir Reidar Sørensen og Frank Marstokk rýmdir avstað frá øllum. Hesaferð til eina vitastøð langt norðuri í Lofoten. Men tá Frank fær krabbamein, skal tann nýggi gerandisdagurin standa sína roynd. Pauli Trond Petersen, borgarstjóri í Vestmanna, fekk ein triðing av øllum atkvøðunum á kommunuvalinum í Vestmanna í gjár, men í løtuni er óvist, hvør verður borgarstjóri. Bjørg á Rógvi, sum fekk næstflestar atkvøður, sigur, at hon hevur eisini fingið boðið borgarstjórasessin. Men Bjørg á Rógvi sigur, at hon fer at styðja Paula Trond Petersen, sum er fúsur at halda fram sum borgarstjóri. Seint í gjárkvøldið varð avtala annars gjørd millum Fólkaflokkin og Sjálvstýri um samgongu. Fólkaflokkurin skuldi fáa borgarstjóran og Sjálvstýri varaborgarstjóran. Vit høvdu droymt um, at verandi framburður skuldi halda fram, har fokus var á spennandi verkætlanir, miðbý, visionerar ætlanir og fólkavøkstur. Men Fólkaflokkurin valdi nakað annað, skrivar Jógvan Skorheim á Facebook. Fyrr í dag segði Signhild V. Johannesen í Javnaðarflokkinum, at Jógvan Skorheim hevði fingið tilboð frá Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Sambandsflokkinum um at halda fram sum borgarstjóri í samgongu við hesar tríggjar flokkarnar. Men Jógvan Skorheim skrivar, at hann fekk ongantíð vissu fyri nøkrum øðrum møguleika um samgongu, hóast tað hevur verið ført fram í miðlunum. Føroyar fara at gera eina roynd aftrat at fáa sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum. Men ein loysn skal finnast millum Danmark og Føroyar, um tað skal lata seg gera. Magnus Rasmussen, sum avloysir Edmund Joensen í fólkatinginum, spurdi forsætisráðharran um sjálvstøðugan føroyskan limaskap í Norðurlandaráðnum. Per Martin Gregersen fekk flestar atkvøður á valinum í Eysturkommunu í gjár, og nú er greitt, at hann eisini verður nýggjur borgarstjóri í kommununi. Per Martin Gregersen stillaði eisini upp fyri fýra árum síðani, og tá fekk hann 35 atkvøður. Hann hevur farna valskeið verið í býráðnum nakrar ferðir sum eykamaður. Tá ið atgongdin til atelierið varð kvett vegna koronu, bleiv køkurin tikin í nýtslu. Vit tosa við myndlistakvinnuna Silju Strøm, sum sýnir fram í hesum døgum. Tann sæla ræðslan er heitið á forkunnugum savni við átta óhugnaligum søgum, sum Hanus Kamban hevur týtt úr enskum, týskum og fronskum. Eftir at samráðingarnar millum Fólkaflokkin og Sjálvstýri slitnaðu, var Karl Johansen í Sambandsflokkinum boðsendur í róðrarneystið í Árnafirði, har samráðingarnar eru. 41 ára gamli Jógvan Kruse á Oyrarbakka stillaði fyrstu ferð upp til kommunuvalið í gjár. Hann gjørdist toppskorari í Sunda kommunu við 103 atkvøðum. Politiska telvingin er í hæddini dagin eftir kommunuvalið. Meðan Heðin Mortensen og Javnaðarflokkurin gjørdu skjótt av og skipaðu ein meiriluta við Annfinn Brekkstein og Sambandsflokkinum í Tórshavnar kommunu, gekk tað longri at koma á mál aðrastaðni. Millum annað í Klaksvík, har avtalan millum Sjálvstýri og Fólkaflokkin á valkvøldinum ikki helt. Í staðin skipaði Fólkaflokkurin meiriluta við Sambandsflokkinum og Tjóðveldi. Og meðan Dennis Holm bleiv koppaðu av valdinum í Vágs kommunu, vóru tað aðrir borgarstjórar, ið megnaðu at vinna meirilutar á valinum. Í Breddanum hesaferð viðgjørdu vit politisku støðuna dagin eftir kommunuvalið. Luttakarar Jógvan Skorheim, Rógvi Egilstoft, Eirikur Lindenskov og Sveinur Tróndarson. Gjørt sendinga hava Hallur av Rana, Uni Holm Johannesen og Sólvit Nolsø. Landsliðsvenjarin, H kan Ericson, hevði boðað frá, at nýggir leikarar fóru at fáa møguleikan í landsdystinum móti Litava í kvøld, og soleiðis bleiv eisini. Ikki færri enn tríggir debutantar vóru á liðnum, sum sviin sendi á vøllin í Vilnius. Bartal Wardum, Magnus Holm Jacobsen og Hilmar Leon Jakobsen spældu allir sín fyrsta landsdyst fyri Føroyar. Á føroyska liðnum vóru annars Gunnar Nielsen í málinum. Í verjuni Gilli Rólantsson, Bartal Wardum, Heðin Hansen, Viljormur Davidsen. Á miðvøllinum Sølvi Vatnhamar, Rógvi Baldvinsson, Magnus Holm Jacobsen og Kaj Leo í Bartalsstovu. Og í álopinum Hilmar Leon Jakobsen og Meinhard Olsen. Tað var eyðsýnt í fyrra hálvleiki, at nógv nýggj andlit vóru á liðnum, tí spælið hjá føroyska liðnum hekk slett ikki saman. Føroyar høvdu valla eitt skot upp á málið í fyrra hálvleiki, og leikararnir megnaðu ikki at spæla bóltin sínámillum meir enn tvær ella tríggjar ferðir, áðrenn litavar fóru avstað við bóltinum. Litava var greitt omaná, og móti endanum av dystinum fekk liðið eisini tvey mál, sum bæði blivu skotin av Gratas Sirgedas í 43. og 46. minutti. Í seinna hálvleiki skifti H kan Ericson nakrar av heilt stóru profilunum á landsliðnum inn. Fyrst komu Brandur Henriksson Olsen á vøllin, og síðani Hallur Hansson, og tað sást beinavegin aftur á føroyska spælinum, sum gekk skjótar og hekk munandi betur saman. Eisini Dan í Soylu, sum varð skiftur inn í hálvleikinum, royndist væl. Føroyar sótu á dystinum í seinna hálvleiki, og móti endanum bragdaði, tá Hilmar Leon Jakobsen fyrst saksasparkaði eitt innlegg á tvørtræið, og Gunnar Vatnhamar síðani setti returin í málið. Eitt blandað inntrykk, ið føroyska landsliðið gav frá sær í kvøld, og tað er ilt at síggja, hvussu liðið skal klára seg uttan Halli Hansson og Brandi Henrikssyni Olsen í Nations League dystinum móti Lettlandi leygardagin. Tann, ið fær flest atkvøður, er ikki altíð tann, ið fær borgarstjórasessin. Tað máttu fleiri politikarar ásanna á kommunuvalinum týsdagin. Í Nes kommunu fekk Heini Súnason Kristiansen flest atkvøður til kommunuvalið, men tað merkir ikki, at hann eisini verður borgarstjóri. Nývalda bygdaráðið í Nes kommunu hevur skipað seg í gjárkvøldið. Súni í Hjøllum verður borgarstjóri og Heini Súnason Kristiansen verður varaborgarstjóri. Á valinum var Heini toppskorari við 150 atkvøðum, meðan Súni fekk 142 atkvøður. Meðan Heini er nývaldur, hevur Súni siti í bygdaráðnum samanhangandi síðani 1985, ella í 36 ár. Súni í Hjøllum hevur verið varaborgarstjóri seinastu sjey seturnar. Hinir bygdaráðslimirnir eru Høgni Hansen, Elin á Torkilsheyggi, Jan Højgaard, Dakko Petersen og Rannvá í Túni Petersen. Tað boðaði Brad Raffensperger í landspartastjórnini í statinum frá á tíðindafundi. Joe Biden vann valið í statinum við 14.000 fleiri atkvøðum enn Donald Trump, forseti. Umleið fimm milliónir fólk atkvøddu í Georgia, og tann sum vinnur fær 16 valfólk. Vinnur Biden valið, verður hann tann fyrsti demoktarurin sum vinnur í Georgia, síðani 1992, tá Bill Clinton vann. Raffensperger sigur, at at longu í hesi vikuni verður farið undir at telja tær umleið fimm milliónir atkvøðurnar við hond, og væntandi verður liðugt at telja 20. november. Eftir at úrslitið er góðkent, kann tann, sum tapir, biðja um at fáa atkvøðurnar taldar aftur, men tá skal tað vera við tólum, skrivar tíðindastovan, NTB. Virkið tekur ímóti aldum laksi frá brunnbátum. Laksurin verður kruvdur og ísaður á virkinum. Slógvið verður gjørt til súrløgu og sent til móttakara, sum hevur góðkenning at taka ímóti hesum. Í málsviðgerðini er dentur lagdur á at seta treytir um at minka um dálking og ampar frá útláti av spillvatni, royki, lukti og larmi frá virkseminum, og at minka um árin frá dálking av olju, lýsi og kemikalium vegna óhapp. Metingin av umhvørvisviðurskiftum og ásettu treytirnar eru grundaðar á, at virkið í mesta lagi kann taka ímóti umleið 300 tonsum av rávøru um dagin. Líkt er til, at fyrst í 2021 vera fleiri koppingarevni fyri koronu tøk á marknaðinum. Og tað fer at hava við sær, at nógv fólk kunnu koppsetast. Mánadagin boðaðu fyritøkurnar, Pfizer og BioNTech frá, at teirra royndir eru um at vera lidnar, og at royndirnar higartil eru góðar. Tor Kristian Andersen vísir á, at fleiri onnur feløg eisini eru komin langt við at menna koppingarevnið, og koma tí helst á marknaðin við sínum heilivági um somu tíð sum Pfizer. Pfizer hevur boðað frá, at fyritøkan seinast í hesum mánaðinum fer at biðja um góðkenning frá amerikansku heilumyndugleikunum. Samstundis eru feløgini farin undir fyrireikingar at fáa heilivágum góðkendan í Evropa. Blaðið, The New York Times, skrivar, at nú eru 10 sløg av heilivági fyri koronu komnar somikið langt, at kanningar verða gjørdar á triðja stigi. Tá kanningarnar hjá sjálvum fyritøkunum eru av, skulu myndugleikarnir í londunum kanna úrslitið, áðrenn loyvi verður givið at selja heilivágin. Í Evropa verður mest tosað um heilivágin frá fyritøkuni, Astra Zeneca, og ábendingar eru um, at tann heilivágurin verður tøkur um somu tíð sum heilivágurin frá Pfizer, skrivar NRK. Tað er greitt, eftir at at nývalda bygdaráðið í Hvannasundi skipaði seg í gjárkvøldið. Katrin Margreta Næs fekk triðflestar atkvøður á kommunvalinumn. Hon fekk 33 atkvøður. Flestar atkvøður, 60 í tali, fekk Ingrid Petersen, sum annars tók við borgarstjórasessinum í fjør, tá Irdi Jacobsen fór í annað starv. Líkt er til, at stór útskifting verður í nevndini hjá SEV í næstum. Bara ein av sjey nevndarlimum varð afturvaldur á kommunuvalinum. Fýra stillaðu ikki uppaftur. Tey eru Jónsvein Hovgaard, umboðandi Suðuroynna, Vinjard Tungá umboðandi Sandoynna, Marin Katrina Frýdal umboðandi Tórshavn og Kristian Eli Zachariassen, umboðandi Norðuroyggjar. Tveir limir stillaðu upp aftur, men fullu. Hesir eru John Zachariassen, umboðandi Streymoynna og Hans Jákup Johannesen umboðandi Eysturoynna. Í kvøld fer býráðið at velja borgarstjóra, varaborgarstjóra, nevndirnar og lim í SEV nevndina. Heðin Mortensen verður borgarstjóri og Annfinn Brekkstein varaborgarstjóri. Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin hava gjørt meiriluta og hava sjey býráðslimir. Nývalda býráðið í Havn tekur við á nýggjárinum. Nógvir tíðindastubbar í Føroyum eru týddir úr útlendskum máli, og tá kann koma fyri, at orð verða brúkt sum ikki rættiliga hava somu merking, sum tað, ið týðast skal. Eg má viðganga, at eg klári ikki at týða orðið tørnaðist , sigur Elin Henriksen, málkøn, og greiðir frá, at tørna kenna vit sum at tørna inn, og at tørna til, men tað gevur onga meining. Kanska er talan um enska orðið turn , sum millum annað kann merkja at broytast ella venda annan veg. Ein annar møguleiki er, at økið tódnaði, um vit lesa rn sum dn í staðin, men tað haldi eg heldur ikki gevur meining, sigur Elin Henriksen. Týnir Eitt sjónband, sum vísir týningina av einum minki í norðurjútlenska býnum Hjørring, hevur um vikuskiftið vakt ans í Danmark. Í sjónbandinum sær mann eina miseydnaða týning av einum minki. Orðið týna er ikki rættiliga tað sama sum at drepa, hóast tann, sum týnir, drepur fyri at týna, greiðir Elin Henriksen frá og leggur dent á, at týna er at oyða, gera enda á, útrudda. Roynt verður at týna skaðadýr, og minkur, sum sleppur leysur í náttúruni, skal týnast. Her verður orðið minkur brúkt sum samtøkunavn kollektiv , eins og tá ið vit siga nógvur fiskur og meina nógvir fiskar . Altso at allir minkar, sum sleppa leysir, skulu týnast. Í hesum føri er talan um minkar á minkagørðum, og tá tosa vit ikki um at útrudda týna mink, men um at beina fyri teimum, ella drepa teir, staðfestir Elin Henriksen. Orðið, svingstatir, hevur verið nógv brúkt upp undir og undir amerikanska forsetavalinum, og sveiggjstatir hevur eisini verið brúkt. Her er rættast at siga sveigstatir, tí ggj er skerping, sum vanliga dettur burtur, tá í samansettum orðum og hjáljóð kemur afturat. Pauli Trond Petersen heldur fram sum borgarstjóri í Vestmanna kommu, og Bjørg á Rógvi verður næstforkvinna. Nývalda bygdarráðið skipaði seg í gjárkvøldið. Á kommunuvalinum týsdagin varð Pauli Trond Petersen fyrstvaldur. Hann fekk 248 atkvøður. Bjørg á Rógvi, sum verður varaborgarstjóri, stillaði upp fyrstu ferð, og hon fekk 140 atkvøður. Ein svenskur fyrisitingardómstólur hevur fyribils avgjørt at ógilda ávísar partar av banninum, sum Svøríki setti fyri virkseminum hjá Huawei í Svøríki. Svensku tele og postmyndugleikarnir tóku avgerðina av trygdarorsøkum og í samstarvi við verjuna og trygdartænastuna, upplýsir Reuters. Sambært svenska kringvarpinum, skal PTS nú gera av, um tiltøkini móti Huawei og ZTE, sum eftir ætlan byrja týsdagin í næstu viku, skulu steðgast. Fleiri lond, eitt nú USA, hava avmarkað møguleikarnar hjá Huawei at byggja 5G skipanina út, tí illgruni er um ídnaðarnjósning, skrivar svt.se. Gestir vitjaðu í útvarpsstovuni, reportari var á ferð, vit ringdu til veljarar og heimildarfólk kring landið og spældu føroyskan tónleik. Listakvinnan Silja Strøm býr og arbeiðir skiftivís í Skotlandi, Onglandi og Føroyum. Í ár hevur hon skula verið í Føroyum í fleiri umførum í sambandi við framsýningar, men strongu koronukrøvini í Bretlandi hava forðað hesum. Nú er hon so her, og vit hava sett henni stevnu í Víngarðinum, har hon sýnir fram. Í fimm av teimum 29 kommununum í Føroyum eru fleiri kvinnur enn menn í nývalda kommunustýrinum. Í øllum hinum kommununum eru fleiri menn enn kvinnur í kommunustýrinum. Kommunurnar, sum hava meirilutan av kvinnum, eru Tvøroyrar kommuna, Fugloyar kommuna, Hvannasunds kommuna, Tórshavnar kommuna og Vestmanna kommuna. Í Tvøroyrar kommunu eru fýra kvinnur og tríggir menn. Í Tórshavnar kommunu eru sjey kvinnur og seks menn. Vestmanna kommuna hevur fýra kvinnur og tríggir menn. Fugloyar kommuna hevur tvær kvinnur og ein mann í bygdaráðnum. Og Hvannasunds kommuna er tann kommunan, sum hevur lutfalsliga flestar kvinnur í bygdaráðnum. Har eru fýra kvinnur og ein maður. Nógv tær flestu kommunurnar hava fleiri menn enn kvinnur í kommunustýrinum. Tríggjar kommunur hava bara menn í kommunustýrissessunum. Tær eru Skúvoyar kommuna, Fámjins kommuna og Sjóvar kommuna. Í Fámjin stillaðu ongar kvinnur upp til valið hesaferð. Í Skúvoy var ein kvinna á listanum, men í Sjóvar kommunu vóru knapt 32 prosent av valevnunum kvinnur. Kortini eydnaðist tað ongari at fáa nóg mikið av atkvøðum til ein sess í kommunustýrinum. Tað eru eisini aðrar kommunur, sum hava sera lítla kvinnuumboðan í kommunustýrinum eftir valið. Taka vit tær kommurnar, har kvinnurnar eru millum 0 og 30 prosent av kommunustýrislimunum, eru hesar tilsamans 11 í tali íroknað Skúvoy, Fámjin og Sjóvar kommunu, sum onki kvinnuumboð hava. Hinar eru í Fuglafirði, á Nesi, í Hvalba, Skálavík, Kunoy, á Viðareiði, í Sørvági og so í Sunda kommunu. Í Sunda kommunu er kvinnuliga umboðanin í kommunustýrinum nú bara níggju prosent. Talið á kvinnuligum valevnum har var tó 21 prosent. Annars kann sigast, at talið á kvinnum, ið eru valdar í bý og bygdaráðini hesaferð, samsvarar rættiliga væl við talið á kvinnuligum valevnum. 34,6 prosent av valevnunum eru kvinnur, og 35,7 prosent av nývaldu bý og bygdaráðslimunum eru kvinnur. Fólk kunnu stýra einari kommunu, hóast tey ikki fingu eina einastu atkvøðu á kommunuvalinum. Sjey valevni á valinum týsdagin fingu onga atkvøðu. Talan er um eitt valevni í Eysturkommunu, eitt í Skúvoyar kommunu, eitt í Fámjins kommunu, tvey í Fugloyar kommunu og tvey í Húsavíkar kommunu. Tvey teirra eru vald í bygdaráðið. Triðja valevnið á listanum fekk onga atkvøðu. Um annað teirra, sum er valt í bygdaráðið, til dømis flytur úr kommununi, kemur tann triði á lista B í bygdaráðið. Hóast fólk ikki vilja stilla upp, er tað ein borgaraskylda at stilla upp, um fólk, til dømis uttan at tey vita av tí, verða sett á ein lista. Í sendingini hoyra vit tónleik frá 70 unum, millum annað Gluntan, Mette, John Mogensen og Samgonguna. Lagt til rættis Bjørn Hentze Bech. Listafólk hava fingið slakar 470.000 krónur, almannagagnlig tiltøk slaka 1,5 milliónir krónur og góðar 300.000 krónur eru latnar til leiguinntøkur. Bara 300 av teimum 20.000 laksunum hjá Mowi, sum sluppu úr einum tøkubúri á Sandi 29. oktober, komu afturíaftur. Tað er niðurstøðan, nú tvær vikur eru farnar, síðani laksurin slapp. Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í Mowi, sigur, at tøkan á Sandi verður liðug um tvær vikur. Mowi hevur seks stórar aliringar á Sandsvág. 100.000 laksar eru í hvørjum ringi. Men nú verður alt tikið, koyrt í tangabilum til kryvjivirkið á Strondum og kruvt har. Og tað arbeiðið verður liðugt um tvær vikur. Ein ringur er eftir at taka laksin úr. Síðani hendir einki, fyrr enn smolt verður latið í ringarnar næsta vár. Hans Jákup Mikkelsen sigur, at Mowi hevur tryggjað sær, at eitt óhapp sum tað 29.oktober ikki hendir aftur. Hugleitt verður millum annað um Erik Petersen, Fíu Wardum, Hans Andriasar hús sum museum, Sjónleikarhúsið og tess týdning, Seymisannu, Karen Stærmose og Esmar í Svínoy. Líkt er til, at fyrst í 2021 vera fleiri koppingarevni fyri koronu tøk á marknaðinum. Og tað fer at hava við sær, at nógv fólk kunnu koppsetast. Mánadagin boðaðu fyritøkurnar, Pfizer og BioNTech frá, at teirra royndir eru um at vera lidnar, og at royndirnar higartil eru góðar. Hann vísir á, at fleiri onnur feløg eisini eru komin langt við at menna koppingarevni, og koma tí helst á marknaðin við sínum heilivági um somu tíð sum Pfizer. Pfizer hevur boðað frá, at fyritøkan seinast í hesum mánaðinum fer at biðja um góðkenning frá amerikansku heilumyndugleikunum. Og samstundis eru feløgini farin undir fyrireikingar at fáa heilivág góðkendan í Evropa. New York Times skrivar, at nú eru 10 sløg av koppingarevni fyri koronu komin so mikið langt, at kanningar verða gjørdar á triðja stigi. Tá kanningarnar hjá sjálvum fyritøkunum eru av, skulu myndugleikarnir í londunum kanna úrslitið, áðrenn loyvi verður givið at selja koppingarevnið. Í Evropa verður mest tosað um koppingarevnið frá fyritøkuni, Astra Zeneca, og ábendingar eru um, at tað koppingarevnið verður tøkur um somu tíð sum koppingaervnið frá Pfizer, skrivar NRK. Í hesi sendirøð hoyra vit um sangirnar hjá Hank Williams og sangir um Hank Williams. Merkisvert er, at teir enn liva okkara millum, hóast hann andaðist fyri næstan 70 árum síðani. Tann sæla ræðslan er savn við óhugnaligum, ræðuligum og spøkilsiskendum stuttsøgum, sum Hanus Kamban, rithøvundur, hevur umsett úr enskum, týskum og fronskum. Tittulin sipar til eitt hugtak frá einum enskum heimspekingi, Edmund Bourke, sum skrivaði eina ritgerð seinast í 18 indu øld, um tað vakra og tað sublima. Um tað sublima brúkar hann orðini delicious horror , og tann sæla ræðslan er ein beinleiðis umseting av tí, greiðir Hanus Kamban frá. Í einum eftirmæli greiðir umsetarin eisini frá, hvønn týdning tann óhugnaliga søgan hevði fyri tey, sum vuksu upp í Føroyum, tá ið einki ravmagn var, ongar gøtulyktir og einki sjónvarp. Hanus greiðir somuleiðis frá tí gotiska og tí sublima, lýsir sjangruna og leggur fram stuttar ævisøgur um teir sjey høvundarnar. Øll sjey fólkini, sum stillaðu upp til Eldraráðið í Norðoyggjum, sleppa í ráðið, tí har skulu vera sjey fólk í Klaksvíkar kommunu. Tað merkir eisini, at eingi varafólk eru. Á valinum fekk Gerda A. Absalonsen 170 atkvøður, Gunvør Sigurðsson 153, Manni Waag 104, Dánjal Klakk 91, Finnur Jacobsen 84, Alma Petersen 59, og Elsa S. Hansen fekk 48 atkvøður. Í Eldraráðnum eru sjey fólk úr Klaksvíkar kommunu, eitt úr Hvannasunds kommuna, eitt úr Viðareiðis kommunu, eitt úr Kunoyar kommuna og eitt fólk úr Fugloyar kommunu. Endamálið hjá Eldraráðnum er at betra og útbyggja sambandið millum eldri fólk og Norðoya bú og heimatænastu. Valskeiðið er fýra ár, og tað byrjar 1. januar næsta ár. 50 ára gamli havnarmaðurin, ið hevur búð í Leynum seinastu 17 árini, hevur ikki stillað upp fyrr. Kortini fekk hann 69 atkvøður, og varð fyrstvaldur. Í síni fjórðu sending fortelur Hanus um eitt lestrarár í suðurenska býnum Bournemouth 1964 65, greiðir frá skúlanum Eurocentre og eini Beatles konsert tí fyrstu, ein føringur hevur upplivað í Gaumont Theatre 30. oktober 1964. Vit hoyra eisini nøkur Beatles løg. Hugleitt verður millum annað um Erik Petersen, Fíu Wardum, Hans Andriasar hús sum museum, Sjónleikarhúsið og tess týdning, Seymisannu, Karen Stærmose og Esmar í Svínoy. Krøvini til tingfólk og landsstýrisfólk verða nú herd, so tingið kann verða vart á besta hátt, nú COVID 19 herjar í londunum uttan um okkum. Tað hevur formansskapurin í løgtinginum gjørt av. Tingfólk, landsstýrisfólk og onnur, sum hava verið uttanlands, og sum koma í løgtingið í sambandi við arbeiði har, skulu hava eitt negativt kanningarúrslit, tá tey koma heimaftur, og eitt negativt úrslit sætta dagin eftir heimkomu. Áhoyrarar hava framvegis ikki atgongd til tingfundirnar, men kunnu fylgja orðaskiftunum í sjónvarpi, útvarpi ella á heimasíðuni hjá løgtinginum. Í sambandi við nevndarfundir verður gjørd tann undantaksregla, at nevndarlimir, sum orsakað av hesum forboði ella kravt sóttaruppihald, ikki kunnu møta á nevndarfundi, kunnu vera á fundinum í telefon ella á netinum. Hon hevur millum annað verið deildarleiðari í Kringvarpinum, og nú kemur hon úr einum starvi sum ráðgevi hjá Sambandsflokkinum á fólkatingi. Fremsta uppgávan hjá stjóranum og toyminum á Visit Tórshavn er at vekja áhuga fyri býnum og bygdunum í kommununi, og at tæna borgarum, ferðafólki og handilsvinnuni í høvuðsstaðnum. Dávur Juul er fyrstvaldur á lista F. Hann ætlaði at skipa breiða samgongu við øllum trimum listum, sum stillaðu upp, men tað bar ikki á mál. Landsstýriskvinnan í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, hevur í dag sent danska ráðharranum í arbeiðsmarknaðarmálum, Peter Hummelgaard, skriv í sambandi við uppskotið hjá donsku stjórnini um framskundaða pensjón. Málið snýr seg um, at persónar, sum hava verið virknir á arbeiðsmarknaðinum í minsta lagi í 42 ár, kunnu fáa rætt til framskundaða pensjón í Danmark. Soleiðis sum uppskotið er orðað, telur arbeiðstíð frá nærum øllum londum í Evropa við, tá samlaða arbeiðstíðin skal gerast upp, tó ikki arbeiðstíð í Føroyum og Grønlandi. Tað eru nógvir danir, sum í styttri ella longri tíðarskeið hava arbeitt í Føroyum, og føroyingar búsitandi í Danmark, sum hava arbeitt í báðum londum. Sambært uppskotinum fáa hesi ikki rætt til framskundaða pensjón í Danmark. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur hevur boðað danska ráðharranum í arbeiðsmarknaðarmálum frá, at lógaruppskotið kann hava við sær, at føroyingar og danir í Danmark kunnu vera fyri vanbýti. Somuleiðis elvir lógaruppskotið til nýggjar markaforðingar, og tað samsvarar heldur ikki við aðra pensjónslóggávu, sigur hon Landsstýriskvinnan sigur, at Peter Hummelgaard er sinnaður at tillaga lógaruppskotið soleiðis, at arbeiðstíð í Føroyum og Grønlandi eisini telur við, tá samlaða arbeiðstíðin verður gjørd upp. Føroyingar í Danmark fáa sostatt somu rættindi sum danir, norðurlendingar og evropearar, tá ið ræður um framskundaða pensjón, sigur landsstýriskvinnan í almannamálum Landsverk skal rinda TG Verki 4,1 millión krónur Tað var úrslitið í gerðarrættarmálinum um Glasir, sum gerðarrætturin kunngjørdi í dag. Upprunaliga kravið frá TG Verk var 76 milliónir krónur. Málið hevur verið fyri í Gerðarrættinum í Keypmannahavn síðani í 2016, tá TG Verk reisti málið. Sakarmálið kom eftir stórar ósemjur um byggingina av Glasi, sum endaði við, at TG Verk fór av plássinum í september í 2016, skrivar Landsverk í tíðindaskrivi. Úrslitið í Gerðarrættinum er, at Landsverk skal rinda TG Verki 20,2 milliónir krónur, meðan TG Verk skal rinda Landsverki 16,1 millión krónur. Partarnir rinda í felag fyri dómsviðgerðina, meðan partarnir hvør sær rinda fyri egnar sakførarar. Sigurd Lamhauge, stjóri á Landsverki, sigur, at rokningar fyri meira enn 45 milliónir krónur frá TG Verki hava ligið ógoldnar, meðan bíðað hevur verið eftir niðurstøðuni í Gerðarrættinum. Tær rokningarnar detta nú burtur og gjaldið uppá 4,2 milliónir krónur, umframt rentur, verður sostatt seinasta gjaldið, sum verður goldið í trætumálinum millum TG Verk og Landsverk. Hann stillaði upp í 2016 og fekk 35 atkvøður. Hann setti sær fyri at royna aftur í ár og hesaferð eydnaðist. Hann fekk næstan 100 atkvøður fleiri og gjørdist toppskorari í Eysturkommunu við 122 atkvøðum. 8 sangir, 3 á føroyskum og 5 á enskum máli, eru á útgávuni, ið er tikin upp og ljóðblandað av Theodor Kapnas í Studio Bloch, og framleidd av Mikael Blak og Land Of Maybe. Tónleikarar á útgávuni eru Edith Dahl Jakobsen Sang Allan Tausen Sang, kassa , el og baritone gittar Filip Zachariassen Kassa og el gittar Mikael Blak El og kontrabass Magnus Johannesen Hammond, Rhodes, flygel og Minimoog Brandur Jacobsen Trummur og slagverk Jákup Zachariassen Steel gittar Men hvussu ber tað til, at Sambandsflokkurin fekk borgarstjóran, tá Fólkaflokkurin gjørdist størsti flokkurin á valinum. Vit hyggja eftir hvat hendi í politiska talvinum um valdið í Klaksvíkar kommunu Nýtt andlit í Eysturkommunu Per Martin Gregersen er ein av fleiri nýggjum ungum politikkarum, sum eru vald inn í bý og bygdaráð kring landið týskvøldið. Tað eru eisini fleiri nýggir ungur borgarstjórar. Av teimum nýggju yngru politikkarunum, er tað Per Martin Gregersen, sum hevur fingið ta størstu og tyngstu uppgávuna. Eysturkommuna er fjórð størsta kommuna í landinum. Starvsfelagirnir í teimum størru kommunum, eru allir meir enn tvífalt so gamlir sum hann og hava fleiri royndir at vísa á. Tað er tó ikki ein støða, sum ræðir unga borgarstjóran. Javnstøða Tað gongur spakuliga framá at tryggja eina javna kynsumboðan í bý og bygdaráðunum. Á valinum týsdagin fóru 36 prosent av kommunustýrissessunum til kvinnur, meðan 64 prosent fóru til menn. Tað eru tvey prosentstig fleiri sessir til kvinnur hesaferð enn fyri fýra árum síðan, tó at tað enn er eitt vet undir javnstøðumálinum á 60 40. Merkisvert er kortini, at tað einans er í fýra av teimum 29 kommununum, at kvinnur eru toppskorarar, meðan tað einans er í Hvannasundi, at tað higartil er boðað frá, at ein kvinna tekur við borgarstjórasessinum. Luttakarar Jóhann Lützen, Bárður á Steig Nielsen, Jógvan Gregersen, Per Martin Gregersen, Kristina Gry Berg og Jóannes N. Dalsgaard Gjørt sendingina hava Uni Holm Johannesen, Sólvit Nolsøe og Hallur av Rana Tey skálaðu í Norðurlandahúsinum í dag. Tí í dag skrivaðu Føroyar og USA undir avtalu um at samstarvið millum USA og Føroyar, eitt nú innan handil, gransking, mentan og útbúgving. Millum gestirnar var amerikanska sendikvinnan í Keypmannahavn, Carla Sands. Ein kvinna, sum heimsmiðlarnir í dag hava leitað eftir. Carla Sands er komin við skeivum ákærum um valsvik í USA. Amerikanska avísin New York Times hevur kannað uppáhaldið hjá Sands og kann staðfesta, at tað er beinleiðis ósatt. Republikanska atkvøðan hjá Sands er skrásett og tald við. Gev gætur Vit søgdu í innslagnum, at sendikvinnan hevði tweetað um valsvikið í dag. Tað var tann 7. november og síðani 8. november, at hon sendi tweetini út. Skjótt fyrrverandi borgarstjórin er nøgd við farnu setuna, men angrar tó, at hon ikki hevur verið meira sjónlig millum havnarborgarar. Bjørg Brynhildardóttir Egholm, sum er starvsnæmingur í Kringvarpinum, var í Vágsbotni í dag, har arbeitt verður við at flyta standmyndina av Nólsoyar Pálli. Vit mugu læra okkum meir um umami tann fimta grundsmakkin. Lisa og tey royna, hvørjar konserveraðar tomatir roynast best. Saman gera tey mat og geva góð ráð, so tú kanst gerast betri heimakokkur. Tað byrjaði við, at eg var forvitin um Føroyar, tí tær eru fjarskotnar og vakrar, og harafturat eru so grummir siðir í landinum. Um tú leitar á netinum, finnur tú ótrúliga vakrar myndir, men eisini nógvar tíðindagreinar, har føroyingar verða ákærdir fyri sína ræðuligu viðferð av hvalum. Føroyingar hava veitt hval í øldir, og eg spurdi meg sjálvan, hví eitt nútímans samfelag enn hevur henda siðin Spyr nakar nakrantíð hví Dagarnar, eg var í Føroyum, lærdi eg nógv, sum einki tíðindablað hevur sagt frá. Íbúgvarnir vita ikki, hvussu serligir teir eru. Eg royndi at geva fólkunum á hesum fjarskotnu oyggjum eina rødd og einasti máti at skilja teirra lívshátt, var við at liva saman við teimum. Vit fingu møguleika fyri at búgva hjá fólki á staðnum og skilja avbjóðingar teirra, og vit upplivdu sera menniskjaligu síðu føroyinganna. Hesa ferð snýr tað seg um grundsmakk, sum vekir annan smakk til lívs. Hvørjar tomatir eru best til bruschetta Uppskrift er til havtornsúltitoy, rabarbusúltitoy og ceviche við laksi. Kokkurin Lisa Lemke bjóðar vinum heim. Saman gera tey mat og geva góð ráð, so tú kanst gerast betri heimakokkur. Norðurlandakonsert við Marius Ziska, Guðrið Hansdóttir og Gretu Svabo Bech Tríggjar av okkara størstu stjørnum hava funnið saman og saman við dugnaligu tónleikarunum Mikael Blak, Magnusi Johannesen, Heðini Ziska Davidsen og Per Ingvaldi Højgaard Petersen framføra tey eina góða blanding av norðurlendskum løgum. Hevur tú nakrantíð hoyrt Guðrið syngja á íslendskum ella Gretu á svenskum Ella man Marius fara at syngja á svenskum, Greta á norskum og Guðrið á finskum Konsertupptøka frá Reinsaríinum. Sum blaðung var Grethe fyri harðskapi, sum gjørdi, at hon ikki fekk børnini, sum hon og Hans maður hennara droymdu um. Nú leita Mette Frisk og Adam Jon Kronegh eftir arvingum longri burturi í familjuni. Leitingin avdúkar, at bæði Hans og Gretha hava fingið harða byrjan í lívinum, men eisini inniligan kærleika hóast alt. Tá Erik varð jarðaður, var eingin og segði honum farvæl í kirkjuni, prestur var einsamallur. Men tá Mette Frisk og Adam Jon Kronegh leita eftir arvingum, koma bæði vinir og ættfólk. Tey vistu ikki, at hann var deyður. Søgan um familjuna hjá Erik vísir seg at vera merkt av syrgiligum hendingum, sum eisini hava merkt lív hansara. Færri dreingir og fleiri gentur í níggjunda flokki søgdu seg roykja í fjør enn tey, sum vórðu spurd í 2015. Í fjør var talið hjá dreingjum 8,4 prosent, tað var 10,2 í 2015. Men 13 prosent søgdu seg hava drukkið seg fullan. Tey vóru 10,3 prosent í 2015. Kanningin bleiv gjørd í døgunum 5. mars til 4. apríl í fjør. 37 níggjundu flokkar í 19 skúlum vóru við. 511 svaraðu, tey eru 82 prosent. Tey, sum ganga í níggjunda vóru 15 ella 16 ára gomul í fjør, fødd í 2003. Trý fólk eru framvegis smittað, og átta fólk eru í sóttarhaldi. Nú eru gjørdar og greinaðar 159.832 kanningar í Føroyum. 497 hava verið positivar. Tey heilt ungu í Føroyum brúka hørð rúsevni. Tað søgðu tey, tá tey vórðu spurd í fjør vár. Tey eru tó sera fá, men tølini eru vaksandi. Í fjør søgdu 2,0 prosent seg hava roynt soppar, 1,4 prosent høvdu roynt amfetamin, 1,4 prosent ecstasy, 1,2 prosent høvdu tikið LSD, eisini 1,2 prosent høvdu roynt crack og 1,2 prosent heroin. 3,5 prosent høvdu roynt hash. Tey vóru 1,2 prosent í 2015. Deildin fyri arbeiðs og almannaheilsu gjørdi kanningina í níggjunda flokki. Kanningin er við evropeiskum samstarvi um slíkar kanningar. Tey, sum vóru í níggjunda flokki í fjør vár, vóru 15 ella 16 ára gomul. Tey eru fødd í 2003. Gerðarrættarmálið um skúladepilin í Marknagili kostaði Landsverki 18 milliónir krónur. Men tað var tað vert, segði Sigurd L. Lamhauge, stjóri í Landsverki, við Dag og viku í gjárkvøldið. Nú skal Landsverk rinda 22 milliónir krónur. Kravið frá TG verki var 76 milliónir krónur. Men Landsverk skal rinda stívar fýra milliónir umframt rentur. Úrslitið í gerðarættinum er, at Landsverk skal rinda TG verki 20,2 milliónir krónur. Men TG verk skal rinda Landsverki 16,1 millión krónur. Sigurd L. Lamhauge segði við Útvarpið í gjár, at rokningar fyri meira enn 45 milliónir krónur frá TG verki hava ligið ógoldnar, meðan bíðað hevur verið eftir gerðarrættinum. Tær rokningarnar detta nú burtur. Henda mánaðin arbeiðir Tóra Petersen hálva tíð, men eftir 1.desember er hon tøk fulla tíð at ráðgeva skúlaleiðslum í, hvussu tær skulu menna trivnaðin í fólkaskúlanum. Økið er nýtt, men støðið í arbeiðinum og tænastuni hjá Tóru Petersen verður tikið í frágreiðingum og tilmælum í sambandi við kanningina um happing, sum varð gjørd í fjør, sigur Nám. Jóanis Lisberg heldur fram sum borgarstjóri. Hann fekk flestar atkvøður, 35, og Arni Teindal verður varaborgarstjóri, hann fekk næstflestar atkvøður, 20. Arnbjørn í Smiðjuni er triðvaldur, hann fekk 14 atkvøður. 78 høvdu atkvøðurætt, og 73 vóru á vali. Ein listi var í Fámjin, listi A. Í nógv ár hevur William Smith úr Sørvági droymt um at byggja sína egnu tyrlu. Tá korona rakti, fekk William nógva tíð um hendi, so nú skuldi dreymurin gerast til veruleika. William keypti tyrluna og byggisettið frá einum dana, sum mátti gevast við verkætlanini vegna heilsutrupulleikar. Vanliga kostar ein slík tyrla umleið eina millión krónur, men William sigur, at hann fekk tyrluna fyri ein góðan prís. Teir, ið selja tyrluna, siga, at tað tekur umleið 650 tímar at byggja tyrluna, men William væntar, at tað fer at taka eini trý ár at koma á mál. Jóan Pauli Joensen er professari í fólkalívsfrøði. Hann hevur skrivað nógvar bøkur og nú kemur enn ein nýggj bók á marknaðin. Hon er um pátrúgv og siðir annars millum annað í samband við neytahald og fiskiskap. Hvat er pátrúgv og er hon horvin í okkara modernaða samfelagi Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, sum varðar av Kringvarpinum er í opnum kríggi við sama stovn. Jenis av Rana heldur tað verða neyðugt, at hann gongur á odda, tá nakað er at finnast at í Kringvarpinum, tí nógv tora ikki. Jenis av Rana sigur Kringvarpið leggja sær orð í munnin í spurninginum um amerikanska forsetavalið. Í Sandavági liggur helst tann minsta redaksjónin á einum føroyskum miðli. Tað eru sethúsinum hjá Jóanisi Nielsen, sum síðani 2004 hevur havt portalin jn.fo. Ein tíðindaportalur, sum hevur funnið sínar egnu brúkarar næstan 30.000 um vikuna. Nógv tilfar er skrivað í sethúsunum í Sandavági skalt tú finna avreiðingar og fiskaprísir, so er tað jn.fo. Pressan vitjar í Sandavági. Amerikanska sendikvinnan í Danmark Carla Sands var í altjóða miðlunum í gjár, tí hon herfyri hevði skrivað á Twitter, at hennara brævatkvøða til amerikanska forsetavalið ikki var tald við og tí ivaðist hon í um valið var rættvíst. Í gjár var hon í Norðurlandahúsinum, men vildi ikki svara spurningum, um hon hevði logið. Portal.fo hevur sum part av portalinum gjørt eitt nýtt rúm, sum tey nevna Blaðið, har pláss skal verða fyri longri greinum, sum liggja longur enn skjótu tíðindini, ið hvørva niðureftir eftir eini løtu. Gestir Jenis av Rana, landsstýrismaður, Georg L. Petersen, tíðindaleiðari, Jóanis Nielsen, jn.fo og Ingi Samuelsen, redaktørur á Blaðnum. Rokningin er 17,1 millión krónur. Rokningin er býtt í fýra partar. Nógv tann størsti parturin er sjálvt lønarískoytið, sum er góðar 15,8 milliónir krónur. Eftirlønin er slakar 940.000 krónur, arbeiðsmarknaðargjøldini, millum annað Als inngjald, eru 326.000 krónur, og Als tekur 25.000 krónur í ómaksgjaldi fyri at umsita skipanina. Nýggja strandfaraskipið, Erla Kongsdóttir, hevur verið royndartúr í Nólsoy, men hon kann ikki leggja at, tí ferjuskráin kann ikki brúkast sum er. Ætlanin var annars, at Erla Kongsdóttir skuldi røkja nólsoyarleiðina fyri Jósup, sum avloysir Ternuna, ið er til 40 ára klassingar. Allir flokkar uttan Tjóðveldi søgdu seg taka undir við uppskotinum frá landsstýrinum. Onkur ivamál vóru, men tey skulu loysast í rættarnevndini, sum nú fer at viðgera uppskotið. Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sum hevur lagt ríkislógartilmælið fyri løgtingið, segði seg ikki vera í iva um teir fyrimunir, sum danska CPR nummarið gevur føroyingum. KÍ hevur gjørt avtalu við svenska venjaran, Glenn St l, um at standa á odda fyri fótbóltsakademinum, sum letur upp í Klaksvík á nýggjárinum. Høvuðsendamálið við skúlanum er, at bestu liðini hjá KÍ í størri mun skulu vera mannað við egnum talentum, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ. Um allir listar í einari kommunu eru tømdir, sum tað eitur tað vil siga, at einki tiltaksfólk er eftir, skal landsstýrið skipa fyri vali, so til ber at manna bygdaráð ella býráð aftur. Tað sigur kommunuvallógin. Hon sigur eisini, at um eingin er eftir á einum lista, verður tiltaksfólk tikið av listanum, sum er næst í býtingartali. Hóast fólk ikki vilja stilla upp, er tað ein borgaraskylda at stilla upp, um fólk, til dømis uttan at tey vita av tí, verða sett á ein lista. Í fimtu sending Við Anker Jørgensen á San Cataldo verður fortalt um danska mentanarstovnin San Cataldo í Suðuritalia og um samveruna har saman við m.ø. Anker Jørgensen sála. Í summar gjørdi Heilsurøktarafelagið semju við Kommunala arbeiðsgevarafelagið fyri tey, ið starvast á eldraøkinum, og sum eru fevnd av sáttmálanum hjá felagnum. Nú verður farið undir lønar og sáttmálasamráðingarnar við Fíggjarmálaráðið fyri tey, sum arbeiða í sjúkrahúsverkinum og í almannaverkinum. Tað hevur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, gjørt av, og í tí sambandi hevur hann sett ein arbeiðsbólk at orða nýggju krabbameinsætlanina og ein bólk at fylgja við arbeiðnum. Í nýggju ætlanini fer eisini at standa, at eingin krabbameinssjúklingur skal bíða í meira enn 30 dagar eftir útgreining og viðgerð. Arbeiðið við nýggju krabbameinsætlanini er býtt í tveir partar. Tann fyrri er ein eftirmeting av verandi krabbameinsætlan frá 2009, har hugt verður eftir, hvørji tilmæli enn liggja á láni, og hvussu tey kunnu setast í verk. Seinni parturin snýr seg um at lýsa verandi støðu við atliti at krabbameinsfyribyrging og sjúklingagongdum hjá føroyskum krabbameinssjúklingum. Metast skal um styrki og veikleika, og arbeiðsbólkurin skal koma við tilmælum um átøk og fyriskipanir at fyribyrgja krabbameini og tryggja bestar møguligar sjúklingagongdir. At veita eina góða og samskipaða sjúklingagongd bæði í føroyska heilsuverkinum og millum føroyska heilsuverkið og viðgerðarstovnar uttanlands, og har tað verður tryggjað, at ongin krabbameinssjúklingur bíðar longur enn 30 dagar eftir útgreining og viðgerð. At veita eina góða endurmenning við tí endamáli, at sjúklingar og avvarðandi verða hjálpt til ein gerandisdag, sum er so innihaldsríkur sum gjørligt, og har tey kunnu virka so sjálvstøðugt sum til ber. At veita so góða palliativa hjálp sum til ber, seinastu tíðina fólk liggja sjúk. Hesin parturin kann verða grundaður á tilmælið um palliasjón, frá 2019. At tryggja góð hagtøl á økinum herundir nágreinilig og dagførd hagtøl, millum annað um hvussu nógvir tilburðir eru, hvussu nógv gerast frísk, hvussu leingi fólk liva við sjúkuni, og hvat deyðiligheitin er. Arbeiðsbólkurin er soleiðis mannaður Jan Simonsen, deildarstjóri í Heilsumálaráðnum formaður , Petur Joensen, ráðgevi í Heilsumálaráðnum, Kristianna Larsen á Lofti, leiðslufulltrúi í Heilsumálaráðnum, Tordis Kristiansdóttir, yvirlækni og serlækni í onkologi á Landssjúkrahúsinum, Elin Jakobsen, sjúkrarøktarfrøðingur á Onkologisk Ambulatorium á Landssjúkrahúsinum, Jansy Gaardlykke, dagligur leiðari hjá Krabbameinsfelagnum, og Bjarni Wardum, kommunulækni. Og í stýrisbólkinum sita Turid Arge, aðalstjóri í Heilsumálaráðnum forkvinna , Tummas í Garði, varastjóri við læknafakligari bakgrund í Sjúkrahúsverkinum, og Durita Tausen, forkvinna í Krabbameinsfelagnum. Harumframt verður ein tilvísingarbólkur eisini settur í næstum, sum millum annað skal gera viðmerkingar til uppskotini, sum arbeiðsbólkurin kemur við. Tilvísingarbólkurin verður mannaður við umboðum fyri avvarðandi fakfólk, stovnum, sjúklingaumboðum v.m., sigur Heilsumálaráðið. Tað vóru serliga tvey mál, sum fingu nógva umrøðu, tá Bárður á Steig, løgmaður, hitti Mette Frederiksen, forsætisráðharra, í Keypmannahavn í dag, sigur Løgmansskrivstovan í tíðindaskrivi. Løgmaður gjørdi greitt, at í Føroyum standa flest øll spyrjandi, nú tað kanska verður eitt krav, at føroyskar prædikur í Danmark skulu umsetast til danskt. Danska stjórnin fyrireikar í løtuni eitt lógaruppskot um, at allar prædikur, sum verða hildnar í Danmark, skulu umsetast til danskt. Á fundinum vísti Mette Frederiksen, forsætisráðharri, á, at tað er ov tíðliga at siga, hvussu lógaruppskotið endaliga verður orðað. Hon vissaði kortini um, at danskir myndugleikar í løtuni viðgera ítøkiliga spurningin, um málini í ríkisfelagsskapinum ikki skulu hava eina serliga støðu, og tí eiga sleppa undan hesum kravinum. Løgmaður og danski forsætisráðharrin umrøddu enn einaferð fongsulsviðurskiftini í Føroyum. Løgmaður vísti á, at umstøðurnar í Arrestini í Mjørkadali eru ikki nøktandi. Mjørkadalur er hvørki bygdur til arrest ella fongsul, og hóast ábøtur eru gjørdar, seta karmarnir óneyðugar avmarkingar fyri tey, sum sita dómin har, segði hann. Bárður á Steig Nielsen og Mette Frederiksen eru samd um, at føroysk og donsk embætisfólk nú skulu umrøða og lýsa málið nærri, soleiðis at politisk semja kann fáast um, hvussu málið skal loysast, stendur í tíðindaskrivinum frá Løgmansskrivstovuni. Nýggja kommunustýrið verður rættiliga bundið fíggjarliga av at gera brimgarðin aftur, sum fór í ódnarveðri 29. februar og 1. mars, sigur Janus Thomsen. Um stutta tíð fer íslendska appin, Embla, at svara spurningum frá fólki á íslendskum. Appin er ment soleiðis, at fólk kunnu tosa við fartelefonina á íslendskum. Og Embla tosar ikki bara íslendskt, hon veit eisini nógv. Hon veit upplatingartíðirnar hjá handlum, ferðaætlanina hjá bussum, kennir fólk og viðurskifti, og kann rokna einføld roknistykki. Embla kann tó ikki svara øllum spurningum, og tað kunnu aðrar appir av hesum slag heldur ikki. Siri googlar, men Embla finnir sínar upplýsingar í Wikipedia, sigur Katla Ásgeirsdóttir í tøknifyritøkuni, Miðeind, sum hevur ment appina. Arbeitt hevur verið við at menna Emblu í hálvtannað ár, og hon verður tøk á Google Play og App Store ein av næstu døgunum. Tøknifyritøkan Miðeind hevur ment máltøknina Greyni, sum er partur av størri verkætlan hjá myndugleikunum at tryggja framtíð Íslands í talgildu øldini. Tað hevur týdning fyri menningina av íslendska málinum og fyri at málið skal yvirliva, at íslendskt er sambæriligt við øll lið í menningini av nýggjastu tøknini, siga serfrøðingar, sambært RUV. Tað er krav um hetta. Fólk tosa við sína snildfon og vilja tosa alsamt meira við hana. Børn gera tað eisini, tey tosa við telefonina og telduna, sigur Katla Ásgeirsdóttir. Fólk tosa enskt ella onnur mál, tí íslendskt er ikki tøkt á snildfonini. Slík tøkni hevur á vanliga marknaðinum stóran týdning fyri okkum, og nú er tøknin komin umsíðir, sigur Katla Ásgeirsdóttir. Jógvan Egga Jensen hevur fingið hægstu viðurkenningina frá ÍSF fyri sín ótroyttiliga stuðul til parasport í Føroyum. Í dag er Egga gestur í Nón. Tað hevur vakt ans, at ein leikari hjá H71 spældi dyst ímóti Team Klaksvík í gjárkvøldið, tveir dagar, eftir at hann kom til landið úr Danmark. Pál Weihe sigur, at grøna ljósið tá varð givið út frá teimum fortreytum, sum vóru tá. Koronustøðan í Danmark er vorðin munandi meira álvarsom hesir seinastu tveir mánaðirnar, sigur Pál Weihe. Jón Festirstein, Angelika Hansen, Tóri Restorff og Atli Ellendersen manna eina strúkikvartett, sum skal spæla til matin í Havnar Kirkju leygardagin klokkan 11.30. Strúkikvartettin sum instrumentering er nógv brúkt. Beethoven skrivaði til dømis 16 strúkikvarttir, og eitt verk hjá honum verður á skránni leygardagin. Men eisini fer strúkikvartettin, sum kallar seg Strúkarakvartettin , at spæla eitt verk eftir Evdvard Nyholm Debess, sum varð bílagt í 2011, tá tað varð frumframført. Vikuskiftissendingin var á gátt í venjingarhølinum. Fyri góðum ári síðani var Vikuskiftissendingin á gátt í Hotel Brandan. Tá var tað ikki eitt hotel men ein óliðugur betongkassi, og vit gingu í trygdarskóm og gulum vesti millum arbeiðsmenn og lastbilar. Men nú er hotellið liðugt, og matstovan lat upp 2. november. Hon hevur fingið navnið Húsagarður. Vikuskiftissendingin var á gátt fyri at fregnast um hetta, og borðreitt varð við 5 rætta matskrá við víni afturvið. Borðharri var Rógvi Mikkelsen, stjóri í Hotel Brandan, og vit prátaðu eisini við høvuðskokkin Janus Einar Sørensen og matstovuleiðaran Michael Uhr. Hoyr innslagið her. Tað, sum er felags fyri limirnar í Flytifólkum, er, at øll eru tilflytarar í Føroyum. Daniel Rye Er úr Onglandi og spælir klarinett, Anna Hudepol er úr Týsklandi og spælir accordion, James Goodwin er úr Onglandi og spæklir slagverk og Torleik Mortensen er úr Danmark og spælir bass. Tónleikurin er heimstónleikur , sum í breiðastu merking er fólkatónleikur í øllum møguligum londum. Flytifólk hava verið runt í Føroyum og spælt konsertir á skúlum, og nú vitja tey so Vikuskiftissendingina. Hoyrið innalgið. Helgi Abrahamsen heldur tað vera neyðugt at fáa heimildina at broyta upplatingartíðirnar hjá skeinkistøðunum uppá pláss fyri jól. Lógaruppskotið liggur enn í Vinnunevndini. Í gjár fall dómur í gerðarrættarmálinum meira enn fýra ár eftir at TG Verk riggaði av á byggiplássinum í Marknagili og grundleggjandi ósemjan millum høvuðsarbeiðstakaran og byggiharran Landsverk varð løgd fyri gerðarættin. Men áðrenn Gerðarætturin yvirhøvur kom uppí, hevði TG Verk kravt 45 milliónir frá Landsverki fyri at gera arbeiðið liðugt. Tá var samlaða játtanin úr løgtinginum til skúladepilin 515 milliónir. Tilsamans hevði rokningin tá komið upp á 560 milliónir. Í Degi og Viku í gjárkvøldi staðfesti Sigurd Lamhauge, stjóri á Landsverki, at samlaða rokningin fyri Glasir nú er komin uppá 730 milliónir. Høgni Lauritsen er framvegis sannførdur um, at samlaða rokningin hevði verið munandi bíligari, um TG Verk ikki bleiv koyrt av byggiplássinum, men ístaðin fekk umbidnu 45 milliónirnar til at gera skúlan lidnan. Yvirskriftin í Dimmalætting um borgarstjóraskiftið í Tórshavnar Kommunu hevur skapt mikla øsing á sosialu miðlunum síðani Dimmalætting kom út í gjár. Vit hava skift orð við fráfarandi borgarstjóran, sum á forsíðuni verður kallað ísdrotning og blaðstjóran á Dimmalætting, sum valdi hesa yvirskriftina. Høgni í Jákupsstovu og Ingrid Bjarnastein meta talan er um eitt ekkó út fornari tíð, tá kvinnuligir politikarar fáa tílík eyknevni í miðlunum. Teir eru Artur Johansen, Andras Róin, Rogvi Reinert Djurhuus, Jóannes Markná, Steingrímur Jacobsen, Súni F. Olsen og Hans Anders Jacobsen. Tey við typu 1 sjúkuni fáa viðgerð á diabetesambulatoriunum á Landssjúkrahúsinum, meðan viðgerðin hjá teimum við typu 2 í mestan mun verður skipað frá kommunulæknanum, har tað er neyðugt við útbúnum sjúkrarøktarfrøðingum. Í diabetesheildarætlanini frá 2013, varð tilmælt at allir kommunulæknar høvdu ein sjúkrarøktarfrøðing, ið eisini var við í diabetesviðgerðini. Úr hesum komu 24 diabetessjúkrarøktarfrøðingar. Seinnapartin klokkan 15.00 verður pallborðsfundur í Finsen í Havn. Evnið verður leikluturin hjá sjúkrarøktarfrøðingum í eini diabetes viðgerð. Hesa ferð hoyra vit um evnisvikuna SVL samfelagið. Eisini hoyra vit um norðurlendsku bókasavnsvikuna og um upplestur. Næmingar í skúlanum við Løgmannbreyt, greiða frá. Ítróttarsamband teirra brekaðu, sum í dag eitur Parasport Føroyar, varð stovnað fyri 40 árum síðan. Millum stovnararnar var Egga Jensen, og hann hevur øll árini virkað ótroyttiliga fyri hesari grein av ítróttini. Og hetta er ein góð mynd av, hvør Egga er. Sjálvur hevur hann verið ítróttarmaður alt sítt lív, og hann er tann HB arin, sum hevur vunnið flest meistaraheiti. Samstundis hevur hann gingið undan at fremja føroyska fólkaheilsu, sum hevur verið hansara hjartamál. Jan Erik Simonsen hevur skrivað bókina um Vesturvón, og Sigmar Bláberg, ið eisini er útvarpsmaður, hevur eitt nú skrivað fleiri bøkur um Stállínuskipini, og teir kappast móti Regini Marnersson og Sonna Djurhuus, ið eru skúlastjorar í hvør sínari arkitektonisku perlu, ávíkavist Skúlanum á Fløtum og Skúlanum við Streymin. Tú kanst hoyra kappingina her Spælið í Riga var ikki pent at hyggja at í kvøld. Hvørki av liðunum megnaði at seta seg á dystin leikliga, men Lettland hevði tó bóltin meira í fyrra hálvleiki. Tað sást, at føroyski landsliðsvenjarin er svii, tí føroyska liðið spældi í einari klassiskari 4 4 2 uppstilling, sum sviar eru serfrøðingar í. Tvær ketur við fýra leikarum, og so tveir áleyparar. Og týpirnar, sum venjarin hevði valt at fylla miðvøllin við, nú Hallur Hansson og Brandur Henriksson Olsen vóru leikbannaðir, vóru arbeiðsmenn. Gunnar Vatnhamar og Rógvi Baldvisson. Liðið var annars Teitur Matras Gestsson, Gilli Rólantsson, Oddmar Færø, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen, Jóannes Bjartalíð, Sølvi Vatnhamar, Rógvi Baldvinsson, Gunnar Vatnhamar, Meinhard Olsen og Klæmint A. Olsen. Leikararnir arbeiddu hart og vóru disiplineraðir. Lettland kom ikki til nakran ordiliga kjans, fyrr enn móti endanum av fyrra hálvleiki, fyrr ein tilvildarligur bóltur endaði hjá einum letta, sum smekkaði til. Bólturin brast á stongina og í ryggin á Teiti Matras Gestssyni í málinum, men føroyski liðskiparin, Viljormur Davidsen, fekk sparkað bólti burtur á sjálvari mállinjuni. Dysturin varð lívliga í seinna hálvleiki. Liðini løgdu meira fyri í álopspartinum, men tað vóru serliga deyðbóltar, ið vóru vandamiklir. Lettar fingu fyrst ein risa møguleika i 50. minutti, tá bólturin verða snittaður víðari við fremra stólpa, og Vladimirs Kame s bleiv púra leysur við aftara stólpa. Lukktíð fyri Føroyar, so fekk Oddmar Færø vart fyri skotinum. So skuldi mann trúð, at føroyska liðið var ávarað, men so var ikki. Níggju minuttir seinni hendi júst tað sama, og hesuferð setti Vladimirs Kame s bóltin ósvitaliga sikkurt í málið. Føroysku leikararnir, sum áðrenn hetta vallað høvdu havt ein ordiliga málmøguleika, bóru skjótt at og herjaðu á lettiska málið. Og áðrenn lettar høvdu fingið armarnar niður, so hevði Gunnar Vatnhamar javnað, tá hann tveir minuttir eftir lettiska málið høvdaði bóltin í einum bleytum boga upp um lettiska málverjan í málið. Uppleggið átti Viljormur Davidsen. Eitt flott mál av Gunnari Vatnhamar, sum var besti maður á føroyska liðnum í dag. Við javnleikinum liggja Føroyar enn á odda í bólkinum, men lagt er upp til eina ordiliga finalu móti Malta týskvøldið. Føroyar kunnu klára seg við einum javnleiki, men tað verður trupult at koma víðari, um liðið tapir. Støðan í bólkinum nummar. Land. Dystir. Gunnar Vatnhamar bjargaði Føroyum eitt stig móti Lettlandi í kvøld, tá hann sera hegnisliga stútaði eitt innlegg frá Viljormi Davidsen í málið í 60. minutti. Ikki síðan 1983 hevði Shu bi dua havt eina útgávu, har í minta lagi eitt av løgunum varð fólkaogn. Sexchikane setti eld aftur í gamla hoyggið og Shu bi dua var aftur Danmarkar best umtókti bólkur. Petra hevur ein breiðan tónleikasmak, og úrvalið hesaferð er sera væl blandað, líka frá poppi til klassiskan tónleik, kórsang, musicals, rock og psychodeliskan fólkatónleik. Petra er uppvaksin og búsitandi í Kvívík. Hon er útlærd skrivstovufólk og starvast á Dómaraskrivstovuni í Havn. Hon er eisini útbúgvin ferðaleiðari og hevur eina fortíð sum handilskvinna í Kvívík. Petra er tó best kend sum kórsangari, og hevur sungið í Havnarkórinum í 43 ár. Hon hevur eisini verið við í Ólavsøkukórinum heilar fjøruti ferðir. Í Barnaútvarpinum hoyra vit um bókadagar 2020. Eisini hoyra vit um átakið Føroyar lesa. Vit vitja á Bókadeild Føroya Lærarafelags og Silja Aldudóttir, greiðir frá. At enda hoyra vit ævintýrið Vatndrýladrongurin, sum Hans Tórgarð lesur. Oddfríður Marni Rasmussen endursegði. Veðrar skulu sýnast í sjónvarpinum. Leygarkvøldið skipar Búnaðarstovan fyri landsseyðasýning, sum verður send beinleiðis í sjónvarpinum eftir landsdystin leygarkvøldið. Fyrr kundu veðrar ikki hittast fyri ridluskriða, og í dag kunnu bóndir ikki hittast orsakað av koronu. Tí hevur verið hugsað kreativt, og fyri at vit í Føroyum framhaldandi kunnu hava so góðan seyð sum gjørligt, verður Landsseyðasýningin varpað beinleiðis í sjónvarpinum. Einir 80 veðrar skulu sýnast, og júst sum í Dansifrøi er tað ein beinhørð dómsnevnd, ið metir um og gevur hvørjum einstakum veðri stig. Til endans verða bara nakrir heilt fáir eftir, sum hava The X Factor, og ein av teimum verður kosin vakrasti veðrur av teimum øllum. Sendingin verður umleið ein hálvan annan tíma, og tað verður hardcore seyður Armenska trygdartænastan vil vera við, at hon hevur steðga eini morðroynd móti forsætisráðharranum í landinum, Nikol Pasjinian. Tað skrivar tíðindatænastan Reuters. Talan skal vera um tænastufólk innan trygdartænastuna, sum hava roynt at beina fyri forsætisráðharranum og yvirtaka valdið í landinum. Russiska tíðindatænastan, Interfax, skrivar, at fyrrverandi leiðarin fyri trygdartæntastuna, Artur Vanetsian, er millum tey handtiknu. Hann var leiðari, tá undanfarni forsætisráðharrin, Serzj Sargsian, noyddist úr embætinum eftir stór mótmæli í 2018. Eisini eru leiðarar fyri tjóðskaparsinnaða flokkin Adekvat millum tey handtiknu, skrivar NTP. Túsundstals armenar hava seinastu dagarnar mótmælt og kravt, at forsætisráðharrin leggur frá sær, eftir at Armenia í síðstu viku gjørdi friðaravtalu við grannalandið Aserbadjan, sum tryggjaði grannalandinum valdið á umstríddu økinum í Nagorno Karabakh landslutinum, sum bæði londini hava stríðst um. Nikol Pasjinian, forsætisráðharri, segði, at hann varð noyddur at skriva undir friðaravtaluna fyri at tryggja, at Armenia ikki missir fleiri landslutir. Hann noktar at leggja frá sær. Heimsmeistarin í fjøðurvekt í boksning hjá kvinnum og hálvi føroyingurin, Sarah Mahfoud, sleppur kortini ikki til Las Vegas í desember at dystast móti Amanda Serrano. Nevaleikurin, har heili trý HM belti vóru í spæl, er avlýstur av koronustøðuni. Vit hava vant av kraft í ein mánað. Sjálvandi kanst tú ikki siga, at venjingin er fullkomiliga spilt, men tað er hon jú. Vit hava sett alt í verk fyri einki, sigur Sarah Mahfoud við Danmarks Radio. Avlýsingin er eisini spill av pengum fyri nevaleikaran úr Vestmanna, sum hevur lagt handskarnar og nú ístaðin fer aftur í búnan hjá heimarøktini. Dysturin í Las Vegas kundi annars geva nevaleikaranum fíggjarligt frælsi, men tað er horvið. Eg fari nú aftur til arbeiðis, tí rokningarnar koma jú óansæð. Tað er sera harmiligt, sigur Sarah Mahfoud, sum eisini lesur til sjúkrarøktarfrøðing. Hon vónar, at dysturin móti Amando Serrano verður settur á skrá aftur einaferð næsta ár. Millum 20.000 og 30.000 heilsustarvsfólk eru deyð av koronu, harav eru 1.500 sjúkrarøktarfrøðingar. Tað upplýsir altjóða felagið fyri sjúkrarøktarfrøðingar, ICN. Síðani mai 2020 hava vit biðið um skipaða innsavnan av upplýsingum um smittu og andlátum millum starvsfólk, sum arbeiða í sjúkrahúsverkinum og í røkt. At hetta framvegis ikki er hent, er ein gøla, segði leiðarin fyri IVN, Howard Catton, á eini ráðstevnu í oktober. Egnar greiningar frá felagnum benda á, at korona hevur kostað tilsamans 20 30.000 heilsustarvsfólkum lívið. Og upp til tíggjundi hvør av teimum 50 milliónum smittaðu kunnu vera heilsustarvsfólk, skrivar vg.no Hetta prógvar, at arbeiðsgevarar og politikarar kring heimin ikki hava vart heilsu og umsorgarnarstarvsfólk, og tað er ræðandi, sigur Sineva Ribeiro, forkvinna fyri fakfelagið hjá svenskum sjúkrarøktarfrøðingum, V rdforbundet, við vg.no Ein nýggjur smittutilburður av koronu varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum. Tann smittaði er komin til Føroyar úr útlondum. Viðkomandi er avbyrgdur, og landslæknin er í gongd við smittusporingina. Í alt 380 kanningar vórðu gjørdar í gjár. Tilsamans hava nú 498 fólk fingið staðfest smittuna í Føroyum. 495 av teimum er staðfest frísk aftur, og sostatt eru trý fólk smittað í løtuni. Árliga landsinnsavningin hjá Reyða Krossi er í dag. Men í ár er hon eitt sindur øðrvísi enn vanligt. Orsøkin er, at koronafarsóttin noyðir felagið at hugsa øðrvísi. Og tá landsinnsavningin vanliga gevur felagsskapinum um eina millión krónur í kassan, var tað ikki aktuelt at avlýsa hana, sigur Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Kross Føroyar. Tí verður landsinnsavningin í staðin skipað sum ein sjónvarpssending. Sýria og Føroyar Innkomni peningurin hesaferð er eyðmerktur til tvey økir. Ein partur av peninginum fer til flóttarfólk í Sýria, har borgarakríggj hevur herjað í átta ár, meðan restin fer til hjálpararbeiði í Føroyum. Kringvarp Føroya sendir beinleiðis frá landsinnsavningini hjá Reyða Krossi Føroyar. Sendingin byrjar klokkan sjey í kvøld. Tíðin er komin til, at SEV fær eina professionella nevnd. Tað sigur Johan Dahl, løgtingslimur og fyrrverandi landsstýrismaður í elveitingar og orkumálum. Tað er ikki í ordan simpulten, at tú ikki í orkuveitingini í einum landi hevur eina profesionella valda nevnd, sum situr og sparrar við leiðsluna, og sum er mótspæl og sjálvandi eisini viðspælari, sigur Johan Dahl. Stór útskifting Nevndin í SEV er mannað við kommunustýrislimum umboðandi tær sjey sýslurnar. Og eftir kommunuvalið í síðstu viku er greitt, at stór útskifting verður í nevndini, tí bara ein av sjey nevndarlimunum varð afturvaldur. Stór útskifting helst á veg Tað fekk Boga Bech Jensen, deildarstjóri í danska orkufelagnum Ørsted at seta spurningin á facebook, um ikki tíðin er komin til, at SEV fær eina professionella nevnd. Kommunupolitikarar eru sera væl skikkaðir til politikk, men neyvan eins væl skikkaðir til nevndina hjá SEV, skrivar Bogi Bech Jensen millum annað. Ein, sum í viðmerking til uppslagið, sigur seg vera samdan við Boga Jensen, er løgtingslimurin Johan Dahl. Tað havi eg sagt í mong ár, Bogi. Men tað fall ikki í góða jørð. Landsinnsavningin 2020 hjá Reyða krossi var send beinleiðis úr Norðurlandahúsinum í Havn. Talan var um sending við innsløgum, samrøðu og livandi tónleiki. Løgtingsgrannskoðararnir átala hvassliga, at einki skipað eftirlit hevur verið fyri at halda lív í krøvunum, og at landskassin tí má avskriva slakar 161 milliónir krónur í effektivum veðhaldsútreiðslum. 185,5 milliónir krónur hjá 104 skuldarum eru til innheintingar, men 160,8 milliónir krónur eru fyrnaðar. Eftir eru 24,7 milliónir krónur hjá 45 skuldarum. Løgtingsgrannskoðararnir hava grannskoðað landsroknskapin fyri 2019 við støði í frágreiðingum frá Landsgrannskoðanini og privatum grannskoðarum. 1. desember tekur Kristina Háfoss við starvinum sum dagligur leiðari í Javna. Hon avloysir Fíu Petersen, sum umframt at vera forkvinna, eisini hevur verið dagligur leiðari síðani 2015. Kristina Háfoss er 45 ára gomul. Hon hevur útbúgving sum búskaparfrøðingur og løgfrøðingur, og hevur harafturat útbúgving í leiðslu. Hon hevur millum annað starvast sum búskaparfrøðingur í Landsbankanum, projektleiðari og íløguráðgevi hjá Føroya Banka, og deildarstjóri fyri menning, KT og marknaðarføring í Tryggingarfelagnum Føroyum. Kristina Háfoss hevur seinastu 20 árini verið bæði løgtings og landsstýriskvinna. Hon hevur gott innlit í lóggávu og skipanir á brekøkinum, og kennir flestu viðurskifti úr privata sjónvarhorninum, tí ein sonur hennara ber brek, skrivar Javni. Frá at hava virkað í Danmark og Noregi, hevur felagið strembað eftir at vaksa á evropeiska marknaðinum, og at menna tann ídnaðin, sum felagið virkar í, og sum verður meira altjóða, sigur stjórin. Vit hava ment okkum í Týsklandi, Eysturríki, Sveis og Póllandi, har møguleikarnir fyri at vaksa eru stórir. Og norðurlond, serliga Danmark, verða eisini í framtíðini ein týdningarmikil marknaður, sigur stjórin. Nets varð seinast selt í 2017, tá kapitalgrunnurin, Hellmann og Friedman, keypti felagið, og tók tað av partabrævamarknaðinum í Keypmannahavn. Síðani hevur Nets lagt saman við fleiri onnur feløg, teirra millum týska Concardis, og selt ein part av sínum virksemi til amerikanska, Mastercard, millum annað gjaldsskipanina. Nets bjóðar gjaldsskipanir, og í Danmark stendur felagið millum annað fyri Dankortinum og NemID. Nets er virkið í 20 evropeiskum londum og hevur 4.500 fólk í starvi. Í fjør var umsetningurin hjá felagnum 7,5 milliardir krónur, skrivar Ritzau. Nets byrjaði við navninum, PBS, í 1968. Í nógv ár vóru tað peningastovnar í norðurlondum og danski tjóðbankin, sum áttu felagið. Síðani í 2014 hava kapitalgrunnar átt tað. Brynhild Sørensen hevur verið borgarstjóri í Húsavíkar kommunu seinastu fýra árini. Hon vónar, at nýggja býráðið eitt nú fer at gera arbeiðið við at sóttreinsa vatnið, sum er komið væl áleiðis, liðugt. Annars eru fleiri tungir útreiðslupostar. Brimgarðurin hevur fingið skaða, sum kostar nógv at gera aftur, eins og tað eisini haltar við kloakkeringini. Símin Hannus Johannesen Jákup Martin Sørensen Sunneva Elisabeth Frederikka Ludviga Larsen Dávur Sørensen Sára Mary Ann Johnsdóttir Anthoniussen Frá nýggjárinum skulu minst 30 prosent av botnfiski, sum er fiskaður í føroyskum ella íslendskum sjógvi, seljast á uppboði í Føroyum. Landsinnsavningin 2020 hjá Reyða Krossi verður skipað sum ein sjónvarpssending, ið varð send úr Norðurlandahúsinum beinleiðis í Kringvarpinum sunnudagin 15. november klokkan 19.00. Vertir eru Barbara Holm og Eyðun Klakstein. Tá bretar fara úr ES, skulu Bretland og Grønland tosa saman um fiskivinnusamstarv í framtíðini. Tað hava londini gjørt avtalu um, skrivar Sermitsiaq. Avtalan, sum er undirskrivað, er fyrsta stigið ímóti tøttum samstarvi millum Grønland og Bretland, sigur grønlendski landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jens Immanuelsen. Føroyar og Bretland skrivaðu undir eina líknandi avtalu herfyri, og so skulu samráðingar í desember áseta, hvat avtalan skal fevna um. So hvørt sum Bretland fær ræðið á sínum sjóøki aftur, fara vit at samstarva við grannalondini norðanfyri, ið kann menna bretsku fiskivinnuna, sigur Victoria Prentis. Hon skrivaði undir avtaluna við Grønland fyri bretsku stjórnina. Grønlendska landsstýrið hevur leingi arbeitt við eini ætlan um at fáa samstarv í lag við Bretland, tí Grønland selur bæði tosk og rækju til bretska marknaðin. Biðið verður um uppskot um staðsetingina, og tey, sum vilja tekna tjóðleikhúsið, eru biðin um at verða undangóðkend til arkitektakappingina. Løgtingsgrannskoðararnir halda tað als ikki vera nøktandi, at innanhýsis eftirlitið og eftirlitsfrágreiðingarnar hjá Landsverki ikki verða gjørdar regluliga og latnar bygginevndini. Løgtingsgrannskoðararnir ásanna, at tiltøk eru sett í verk, soleiðis at skilt verður í millum bundnar útreiðslur og væntaðar útreiðslur. Landsverk gevur stjóranum í Sjúkrahúsverkinum rætt í, at tað ikki er nøktandi, at innanhýsis eftirlitið hjá Landsverki ikki hevur verið gjørt eftir føstum tíðarleisti, so Sjúkrahúsverkið altíð kann fáa dagførdar eftirlitsfrágreiðingar frá Landsverki. Landsverk arbeiðir við at broyta mannagongdir og stýringaramboð, so orðingin disponering bara verður brúkt um upphæddir, sum eru bundnar, og skulu rindast. Ein lítil vøkstur var í lønargjaldingunum hjá teimum, sum starvast í almennum og privatum tænastum, men í byggivinnuni og fiskivinnuni er vøksturin steðgaður, sigur Hagstovan. Enn veit SEV ikki hvør orsøkin er til streymslitið. Arbeitt verður við at rætta brekið, men tað fer at taka hálvan til ein tíma at fáa streymin aftur, sigur Jón Nielsen, deildarleiðari á rakstrardeildini. Strandferðslan og Tórshavnar havn leingi hava vitað, at neyðugt verður at gera okkurt við ferjuskráan í Nólsoy, um Erla Kongsdóttir skal sigla um Nólsoyarfjørð. Tað er fyri at hjálpa teimum virkjum, sum ikki hava skip, at fáa fisk, at nú verður kravt, at í minsta lagi 30 prosent av botnfiski, sum er fiskaður í føroyskum ella íslendskum sjógvi, skal seljast á uppboði í Føroyum. Grønlendska kringvarpið, KNR, skrivar, at rættartrygdin hjá fólki, sum skulu fyri smáu økisdómstólarnar í Grønlandi, er ikki eins góð og hjá teimum, sum fara í rættin í Føroyum og Danmark. Í Føroya Rætti og býarrættunum í Danmark hava verjar, ákærar og dómarar løgfrøðiliga útbúgving, men soleiðis er ikki altíð í Grønlandi. Ofta hava hvørki verji, ákæri ella dómari løgfrøðiútbúgving, og tað er ein trupulleiki, sigur álitisumboðið hjá ákærunum, Emil Maegaard Hofmann. Grønlendska rættarskipanin er nakað øðrvísi enn okkara. Har hava tey fýra lokalar fylkisrættir, ella økisdómstólar, umframt rættin í Grønlandi og grønlendska landsrættin. Í fylkisrættunum eru vanliga ikki fólk, sum hava løgfrøðiútbúgving. Eg haldi, at tá tað kemur til rættartrygd, er Grønland ikki javnsett við restina av Ríkisfelagsskapinum og við flestu aðrar rættarstatir, har tey hava løgfrøðiligar dómarar, sum døma í fyrsta instansi, sigur Emil Maegaard Hoffmann. Fyri at vera dómari í fylkisrættunum skalt tú hava eitt skeið, sum tekur tvey ár og tríggjar mánaðir. Aðrastaðni í ríkisfelagsskapinum skalt tú í minsta lagi hava kandidatútbúgving í løgfrøði. Eisini er tað soleiðis, at tað vanliga eru politistar, sum eru ákærar í fylkisrættunum í Grønlandi. Í summum málum er tað tó fólk, sum hava løgfrøðiútbúgving. Í Svøríki herða myndugleikarnir nú reglurnar fyri at koma saman í bólkum. Í næstum kemur ein skipan í gildi sum ásetir, at í mesta lagi átta fólk kunnu vera savnað í bólki á almennum støðum. Skipanin verður sett í verk fyri at avmarka koronusmittuna. Nýggju reglurnar verða settar í verk um eina viku, og skipanin verður galdandi í fýra vikur, skrivar danska kringvarpið. Svensku myndugleikarnir heita á fólk um ikki at hava samband við fólk, sum tey ikki eru í húsi saman við. Eisini verður heitt á sviar um helst ikki at fara í handlar, listasøvn og bókasøvn og tílíkt. Og teir skulu helst ikki ferðast óneyðuga til aðrar landspartar. Bókadagar 2020 snúgva seg um at vera saman um ta góðu søguna, hóast fjarstøðuna sum krevst í hesum krónutíðum. Bókadagarnir verða í Norðurlandahúsinum alla hesa vikuna, og Lasse Thorning Jæger, samskipari, greiðir frá tillagaða tiltakinum. Og so spyrja vit hvønn týdning mentanarsamstarvið millum Grønland, Ísland og Føroyar í Útnorðurráðnum hevur í hesum døgum, har samstørv finnast á so at siga øllum serstøkum listaøkjum. Nývaldi føroyski formaðurin í Útnorðurráðnum, Henrik Old, vitjar. 90 ára gamli Suni F. Jacobsen og systirin Lea Juul vitja aftur í barnaheiminum Pershúsi í gamla býlinginum í Norðragøtu. Her vuksu 13 børn upp saman við foreldrunum og einari ommusystir. Suni, sum býr í Havn, sigur, at fólk úr Norðragøtu hava verið noydd at livað við, at tann søguligi Tróndur í Gøtu hevur verið hataður. Tað hava tey hoyrt nógv fyri. Men nú er broytt og hann er vorðin berømtur og øll vilja eiga lut í honum, sigur Suni. Hann greiðir eisini frá gomlum beinum, sum vórðu funnin í kjallaranum í Pershúsi, men sum blivu burtur tá tey fóru uttanlands at verða kannað. Bein úr grannahúsunum, Jákupsstovu, vísa, at tey røkka heilt aftur til umleið ár 600. Systirin Lea Juul, sum er 84 ára gomul og býr í Søldarfirði, greiðir frá hvussu tað var at veksa upp í gamla býlinginum og hvat tey spældu. Børnini spældu ymisk spøl úti og tey keddu seg ikki eina løtu, sigur hon. Nógv børn vóru eisini í grannahúsunum og dreingir og gentur spældu saman. Óli Jacobsen, sum eisini er uppvaksin í grannalagnum, hevur stóran áhuga fyri lívinum í hesum gamla býlingi og hann veit frá nógvum søgum at siga. M.a. tá meslingar gjørdu um seg og fólk doyðu. Tá var eingin Almannastova og Óli lýsir hvussu væl fólk tóku sær av hvørjum øðrum. Sólfríð Heinesen hevur saman við manninum Ingolfi keypt Pershús, sum eisini er ættarhús hjá Ingolfi. Sólfríð hevur gjørt nógv burtur úr at halda húsini í upprunaligum standi, umframt at hon hevur sett sín egna dám á. M.a. hanga fleiri gamlar Kristus myndir og gomul skriftstøð runt í húsunum. 82 ára gamli Magnus Heinason hevur ringt í Gøtu kirkju síðani hann var 12 ára gamal og ger tað partvís framvegis. Í fyrstuni hjálpti hann pápanum, sum eisini var organistur. Nú er nýggj kirkja komin við Gøtugjógv og gamla Gøtu kirkja, sum er beint við síðuna av Pershúsi, er friðað og verður brúkt til serlig høvi. Helena vil gera mammuna ómyndiga, hóast mamman ikki vil tað. Eftir tveir blóðtøppar í heilanum, er mamman heilaskadd og situr nú á røktarheimi, har hon oyðslar pengar burtur til ringing uttanlands og dýr Facebookspøl. Helena roynir at fáa skil á útreiðslunum hjá mammuni,so hon ikki endar á gøtuni. Men hvussu skalt tú siga mammuni, at tú ætlar at gera hana ómyndiga, uttan at hon missir alt fyri tær Anna 22 hevur sett ein mánað av í summarferiuni, hon ætlar sær at ganga tvørtur um Noreg, frá Femunden eystanfyri, til ommu og abba í M løy vestanfyri. Men beint áðrenn hon skal fara, doyr abbin. Anna ætlar at fara kortini, men er ikki fyrireikað til ræðsluna og mótgongdina á leiðini. Norsk náttúrurøð. Tað hevur verið greitt frá byrjan, at nýggja avloysaraskipið hjá Strandferðsluni, Erla Kongsdóttir, ikki kann leggja at í flieri av plássinum, har skipið skal sigla. Tað sigur Henrik Old, sum var landsstýrismaður í Samferðslumálum, og lat skipið byggja. Síðan 2019 hevur tað verið møguligt at gjalda við telefonini í Føroyum, og tað hava fólk tikið til sín. Tað eru serliga tey ungu, sum brúka telefonina at gjalda við. Tað verða tey ungu, ið fara at stýra á Eiði næstu fýra árini. Heili seks av sjey bygdaráðslimum eru undir 40 ár og øll eru tey nývald. Í sjálvum borgarstjórasessinum fer 27 ára gamli Rógvi Egilstoft at sita. Allan leygardagin á tamb kappastu bestu dart spælararnir úr teimum átta dartfeløgunum í landinum um Føroyameistaraheitini. Átta kvinnur, 32 menn, og átta tey bestu pørini. Hjá kvinnunum endaði tað við, at Birthe Sikivat og Lýdia á Smið spældu seg í finaluna. Spælt varð best av 7 spølum, og har dróg Lýdia á Smið longra strái og vann sannførandi 4 1. Jan McIntosh og Jón Johansen spældu seg í mansfinaluna, har tað verður spælt best av 11. Og har var als eingin ivi. Jan McIntosh vann sera sannførandi 6 0. Skálarfjarðar Billardfelag skipaði fyri almennari móttøku, í nýggju venjingarhølunum, sum eru í kjallarinum í Kvinnufelagshúsinum á Glyvrum. Skálafjarðar billardfelag var í roynd og veru stovnað í fjør, men hevur nústaðni fingið høli at húsast í. Og málið er at menna eitt felag, sum er fyri øll. Vónirnar í føroyska A landsliðshópinum eru góðar undan avgerandi dystinum móti Malta. Og føroysku leikararnir ætla sær ikki á vøllin fyri at spæla fyri einum javnleiki, sum er nokk til at vinna bólkin. Støðan undan síðsta dystinum í bólki 1 í Nations League. Í uppskotinum um eykajáttanarlóg, sum Fíggjarnevdnin viðger í løtuni, er biðið um eina millión og 120.000 krónur til koronukanningar á sjúkrahúsunum. Við verandi smittutrýsti verður roknað við, at sjúkrahúsverkið hevur nóg mikið av pengum til koronukanningar tað, sum eftir er av árinum. Kristin Michelsen hevur verið borgarstjóri á Tvøroyri tað mesta, sum farið er av hesari øldini. Hann bleiv borgarstjóri 1.januar 2001. Kapitlarnir eita landasvik og onnur brotsverk móti sjálvsavgerðarrætti og trygd Føroya fólks brotsverk móti stýrisskipan og landsmyndugleikum føroyinga, yvirgangur og annað alvandasom brotsverk ymsar gerðir, sum eru til skaða fyri almenningin bidding og skaðiligt inntøkuvirksemi og brotsverk í familjuni. Hon var í veitslum, áðrenn staðfest varð, at hon ikki var smittað. Fimta dagin eftir, at kvinnan kom til Grønlands, varð staðfest, at hon ikki var smittað. Men bótina fekk hon kortini. Grønland er higartil sloppið væl í koronufarsóttini. Har eru bara 18 staðfest at vera smittað. Gjørdar er góðar 12.200 kanningar higartil. Tað hevur verið órógv í fólkatinginum, síðani Mogens Jensen, matvøruráðharri, 4. november gav boð um at taka allar minkar av, tí tað vísti seg, at einki lógargrundarlag var fyri avgerðini. Men í gjárkvøldið fekk stjórnin neyðugu undirtøkuna frá stuðulsflokkunum, Eindarlistanum, SF, Radikala Flokkinum og Alternativinum. Ráðharrin er longu farin í samráð í morgun, og Eindarlistin og Radikali flokkurin hava boðað frá, at ein avgerð um framtíðina hjá ráðharranum skal takast hesa vikuna. Í dag arbeiðir hann við at skrúva upp á tyrlurnar hjá Reyða Krossi í Maiduguri í Nigeria, har harðrendi uppreistrarbólkurin, Boko Haram ger um seg. Líka síðani 1986 hevur Jana Thomsen verið í bygninginum í Djóna í Geilsgøtu 5 í Havn, har hon hevur átt og rikið fyritøkuna, sum hevur itið Form og Figur, Fragd og fimi og síðani 2010 Faroe fitness. Hetta hevur verið mítt annað heim, og eg rokni ikki við, at tað gongur upp fyri mær, at eg ikki skal brúka tíð her, fyrr enn ein tíð er liðin, sigur Jana Thomsen, sum letur Faroe fitness aftur 1. desember. Fólk eru sum heild nógv meira tilvitað um, hvat er gott fyri kroppin. Eg minnist, at fyrr stóð ein sodavatnmaskina her í hølunum, og eisini var vanligt, at fólk settu seg niður aftan á venjing fyri at roykja eina sigarett. Her var tjúkt í sigarettroyki, fortelur Jana Thomsen. Í morgunsendingini leit Jana Thomsen aftur á hesi 34 árini, hon hevur verið virkin í føroyska fitnessheiminum. Men á ársfundinum hjá NEAFC, sum júst hevur verið, varð uppskot frá Føroyum, Grønlandi og Íslandi um ikki at loyva kongafiskafiskiskapi í 2021 samtykt. ES vil ikki hava hendan fiskiskapin, men higartil hevur ikki eydnast ES at fáa forboð, tí Føroyar við stuðli frá øðrum londum hava forðað fyri tí. Beint fyri kommunuvalið hóttu teir við at stevna Eivindi Jacobsen, tí hann á Vágaportalinum legði Heðin Mortensen undir at spekulera í grundøkjum og at umganga lógina, bæði moralskt og juridiskt. Síðani skrivar Jógvan Páll Lassen í brævinum til Eivind Jacobsen, at um hann skilti hann rætt, legði hann Heðin Mortensen undir at hava fingið vinning burtur úr einari partabrævasølu. Eg skal tí siga frá, at um tú ikki alment tekur skuldsetingarnar aftur beinanvegin og biður um umbering fyri skriving tína, verði eg noyddur at leggja málið fyri rættin við kravi um revsing og endurgjald, skrivaði Jógvan Páll Lassen eisini. Nevningatingið um stóra rúsevnismálið er nú útsett til 1. februar næsta ár. Orsøkin er sjúka. Hósdagin verður rættarfundur um varðhaldsfongslingina. Tað var eftir eina hending í Sandavági eina náttina í januar, tá fýra ungir menn skutu tvær rakettir móti einum húsum so eldur kom í eina plantu við úthurðina. Almennu smittutølini siga, at 495 fólk hava verið smittað av koronu higartil, men illgruni er um, at feliri hava verið smittað, uttan at vita tað. Byrjað verður í Suðuroynni og Klaksvík, sigur Pál Weihe, sum saman við Mariu Skaalum Petersen, granskara, hevur tikið stig til kanningina. Kanningin er samstarv millum Deildina fyri Arbeiðs og almannaheilsu, Landssjúkrahúsið, Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, Fróðskaparsetur Føroya og Depilin fyri Heilsu og almannagransking. Rampan, sum skal gerast á bryggjuni í Nólsoy, verður stoypt við síðuna av rampuni, sum Ternan vanliga nýtir. Hetta verður gjørt fyri ikki at órógva atløguplássið hjá Ternuni, tá hon kemur aftur í sigling. Ætlanin er, at Erla Kongsdóttir skal seta gronina ímóti nýggju rampuni og liggja við skrúvu, meðan fólk og farmur fara í land og koma umborð, sigur Jónsvein Lamhauge. Erla Kongsdóttir hevur kraftarmiklar síðuskrúvur, sum halda skipinum upp á pláss, sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni, og hann metir hetta vera trygt. Enn er ógreitt, hvat skal gerast í Hesti, so Erla Kongsdóttir kann leggja at har, men Jónsvein Lamhauge sigur, at avbjóðingin verður størri í Hesti, tí har er størri munur á flóð og fjøru enn í Nólsoy. Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, sigur, at atløguviðurskiftini í Hesti eisini skulu gerast beinanvegin, so Erla Kongsdóttir kann leggja at har. Undir vanligum umstøðum er ikki meira enn hálvur metur á muni millum flóð og fjøru í Nólsoy, og tí væntar havnarmeistarin, at tað fer at rigga við nýggju rampuni í Nólsoy. Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at tey, sum skipa fyri ruskinnsavningini, hava higartil ikki brúkt møguleikan at heinta rusk í Nólsoy. Føroyski útflutningurin er minkaðar slaka hálva milliard krónur fyrstu tríggjar ársfjórðingarnar. Útflutningurin er minkaður 461 milliónir krónur, sjey prosent. Innflutningurin er eisini minkaður, men bara eitt prosent. Hann var seks millardir og 142 milliónir í fjør og fimm milliardir og 974 milliónir í ár. Johan Dahl í Sambandsflokkinum vil nú hava at vita frá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, nær uppleggið um veiðigjøldini í fiskivinuni verður klárt at taka støðu til politiskt. Johan Dahl staðfestir í viðmerkingunum til fyrispurningin, at við nýggju fiskivinnuskipanini, sum kom í gildi á nýggjárinum, har uppboðssølan varð tikin av, misti landskassin umleið 200 milliónir krónur í inntøku um árið frá uppboðssøluni. Rakstrarútreiðslurnar og risaíløgurnar skulu fíggjast, og er inntøkubygnaðurin hjá landskassanum ikki skipaður rætt og nóg breitt, eru ikki aðrir møguleikar enn at spara munandi í rakstri og íløgum. Í ringasta føri er neyðugt at hækka skattin ella at taka lán, sigur Johan Dahl í viðmerkingunum til fyrispurningin. Johan Dahl, løgtingsmaður í Sambandsflokkinum, hóttir at atkvøða saman við andstøðuni í málinum um at javnseta samkynd foreldur við hinskynd foreldur. Tað at Karl Johansen, nývaldur býráðslimur fyri Sambandsflokkin, eftir ætlan tekur við borgarstjórasessinum í Klaksvíkar kommunu 1. januar 2021, tóktiskt at vera øgiliga ósannlíkt valkvøldið, tá Fólkaflokkurin og Sjálvstýri samráddust um ein nýggjan meiriluta, meðan Sambandsflokkurin og hinir flokkarnir vóru úti í kuldanum. Tá tær samráðingarnar slitnaðu blivu sannlíkindin kanska eitt vet betri, men sum nývaldur býráðslimur, lá tað kortini ikki í kortunum, at Karl Johansen skuldi stjórna kommununi. Men tað var tað tilboðið, sum bíðaði honum, tá hann dagin eftir valið kom á gátt í Árnafirði, har Fólkaflokkurin hevði boðið honum og Tjóðveldi til samráðingar. Eg fór norður og fekk bjóðað borgarstjórasessin, áðrenn eg hevði sagt nakað. Eg føli tað sum heilt tilvildarligt, at tað endaði soleiðis, sigur Karl Johansen. Seinast Sambandsflokkurin hevði borgarstjóran í Klaksvíkar kommunu var í 1970, tá Ove Frederiksen var borgarstjóri. Kommunuvalið lagaði seg soleiðis, at í øllum føri seks av sjey nevndarlimum í SEV skulu skiftast út. Av verandi SEV nevnd er Suni Jacobsen í Sørvági tann einasti, sum varð afturvaldur á kommunuvalinum. Og við sterku siðvenjuni, har tað at kalla altíð eru bý og bygdaráðslimir, sum verða vald í nevndina hjá SEV so er ikki sannlíkt, at nakar av hinum seks halda fram í nevndini hjá SEV. Tórshavnar Kommuna er størsti, einstaki eigari í SEV. Heðin Mortensen, sum á nýggjárinum tekur við sum borgarstjóri, hevur í áravís tosað um at styrkja nevndina í SEV við fleiri, fakligum førleikum. Hansara uppskot er at styrkja verandi nevnd, og tað skal gerast við eini trýmannanevnd við serfrøðingum. Floghavnin í Keypmannahavn letur 40 prosent av terminaløkinum aftur, orsakað av koronukreppuni. 24 portur gate ir verða stongd frá 25. november í eitt ár, nú talið av ferðafólkum er minkað. Floghavnin kann taka millum 30 og 35 milliónir fólk um árið, men nýggjastu tølini vísa, at talið av ferðandi er minkað 90 prosent. Tí er eingin orsøk til at hava opið í allar farstøðini. Stongda økið fevnir um A lonina og Vestur lonina. Eisini verður inngongdin til trygdareftirlitið í Terminali 2 stongd. Broytingarnar hava við sær, at 24 av 78 gate um verða stongdar. Økið verður stongt alt 2021, men kann latast uppaftur eftir tveimum mánaðum, um talið av ferðandi veksur so mikið, at neyðugt verður við meira plássi. Hvør króna, sum vit kunnu spara, er avgerandi, nú flogvøllurin hevur mist mestsum allar inntøkur, og vit mugu læna pengar hvønn mánað fyri at hava opið, sigur rakstrarstjórin. Talið av fyritøkum, sum leiga í terminaløkinum, er eisini minkað. Fyri koronukreppuna vóru 140 eindir, sum leigaðu høli í terminalinum, nú eru bara 20 eftir, skrivar check in.dk. John Zachariassen, fráfarandi nevndarformaður í SEV, Heðin Mortensen, komandi borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, Karl Johansen, komandi borgarstjóri í Klaksvík, Frimodt Rasmussen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, og Erik Løksagarð Absalonsen, stjórnmálafrøðingur, luttaka í sendingini. Í dag kom uppskotið um at javnseta samkynd foreldur við onnur foreldur í barsilsskipanina til fyrstu viðgerð í løgtinginum. Og tað er greitt, at málið kloyvur samgonguna. Jacob Vestergaard hevur gjørt av at bíða við at útluta vinnuligu royndarkvoturnar og í staðin at leggja tær oman á tær kvoturnar, ið verða útlutaðar næsta ár. Løgmaður væntar tó, at danska stjórnin fer at geva undantak fyri málunum í ríkisfelagsskapinum. Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, hevur kortini fingið at vita, at tað ber illa til at geva undantak, men hann væntar eisini, at lóggávan verður sera torfør at umsita. Jógvan Fríðriksson, bispur, heldur uppskotið er eitt misálit á frælsa vesturheimin og grundleggjandi virðini her, og prestar í Danmark eru eisini vónbrotin um, at føroyskt er umfatað av nýggju lógini, sum nú er. Áðrenn dystin var greitt, at ein javnleikur var nóg mikið hjá Føroyum, fyri at vinna bólk 1 í Deild D í Nations League kappingini. Leikararnir lovaðu, at teir fóru inn til dystin fyri at vinna, og í fyrra hálvleiki hildu liðskiparin, Hallur Hansson, og hinir leikararnir orð. Teir sótu tungt á dystinum, og Føroyar skaptu fleiri góðar møguleikar, og maltabúgvar vóru um ein háls. Men Malta vísti seg at vera eitt líka trupult mótstøðulið hjá Føroyum, sum vit hava uppliva tað fyrr, tí dysturin koppaði fullkomiliga á høvdið í seinna hálvleiki. Maltabúgvar komu út til seinna hálvleik sum eitt óløgi. Fyrst fingu teir eitt mál kolldømt fyri rangstøðu, hóast tað var sera knýpið. Løtu seinnu, í 54. mintutti, sluppu føroyingar ikki so væl. Eitt innlegg endar við, at bólturin støkkur til Matthew Guillaumier sum smekkar bóltin í málið uttan møguleikan hjá Teiti Matras Gestssyni at bjarga. Føroyska liðið skuldi nú hava mál, og tað sást aftur, tí okkara menn settu seg enn einaferð á dystin og løgdu nógv fyri, at fáa útjavnandi málið. Og tað kom eisini, tá Gilli Rólantsson í 75. minutti spældi Sølva Vatnhamar sera hegnisliga frían í høgru síðu, og aldursforsetin og assist kongurin á føroyska landsliðnum gjørdi júst tað, ið hann hevur gjørt so ofta fyrr. Sølvi spældi eina sera neyva sending til innskifta Ára Mohr Jonsson við handara stólpa, og so mikið væl lá sendingin, at Ári bara skuldi seta innarusíðuna á fótinum á bóltin og so var mál. Malta tók eftir málið aftur leiðsluna av dystinum og trýsti Føroyar langt aftur á vøllin, og tað er ikki ov nógv sagt, at Føroyar vóru um ein háls síðstu løtuna. Og tað var meira hepni enn skil, at Malta ikki aftur legði seg á odda, tá ein av frægastu maltabúgvunum, høgri bakkurin Joseph Mbong, bleiv púra fríur, men lukkutíð fyri Føroyar fekk hann ikki rættiliga skot á bóltin. Javnleikurin var nógv mikið til at tryggja Føroyum fremsta plássið í Bólki 1 í Deild D í Nations League kappingini. Harvið hava Føroyar eisini tryggja sær uppflyting til Deild C. Frøin á leikarunum eftir dystin staðfesti, at javnleikurin móti Malta í Valetta í kvøld kendist teimum sum ein sigur. Javnleikurin tryggjaði Føroyum fyrsta plássið í Bólki 1 í Deild D í Nations League kappingini. Síggj video av hápunktunum omanfyri. Farið verður eftir veðrum, ið sandavágsmenn sleptu í Vestaru Skor. Hetta varð víst í aðrari sending. Veðrarnir ganga í skorini frá mai til september, tá farið verður eftir teimum. Hetta er størsti dagur í árinum hjá skoramonnum. Allir eru spentir, um teirra veðrur kemur aftur ella er farin fyri bakka. Vit fylgja monnunum henda heystardagin. Gamli postbáturin Ólavur, førir seyðin av Slættanesi heim á Oyragjógv. Í Sandavági er nógv fólk komið saman við minnisvarðan, har veðrarnir verða mettir og handlaðir. Sigurð Petersen er frásøgumaður. Hann greiðir eisini frá fuglabjørgunum norðanfyri á Vágoynni. Lagt til rættis Zacharias Hammer. Hoyr Hall Hansson greina Nations League dystin móti Malta, sum endaði við javnleiki 1 1. Javnleikurin tryggjaði Føroyum fyrsta plássið í bólkinum, og tað gevur uppflyting úr Deild D til Deild C í Nations League. Huglagið í poppuleru sangunum í sendingini eru skaptir við einum ella fleiri øðrvísi ljóðførum, sum vit ikki vanliga samantvinna við poppuleran tónleik. Tað stuttliga við einum sovornum tema er, at tú sum vertur verður tikin eitt sindur av ræði, tí tú ikki ordiliga stýrir sangvalinum sjálvur, so tit kunnu gleða tykkum til eina øgilga øðrvísi Leitisstein sending. Men eitt lovi eg tykkum, og tað geri eg altíð. Allur tónleikurin eg spæli í sendingini um tað so er poppur, rokkur, progrokkur, country, disko og alt harímillum ja, hann er spikahamrandi feitur. Glasir hevur nakrar skúlastovur í lærlingaheiminum í Marknagili, sum nú skal eftirmetast, tí brúk er ikki fyri tí longur í sama mun, sum tá tað kom í 1976. Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur svarað Bjarna Hammer, løgtingsmanni, sum spurdi um langtíðarætlanina við Skúlaheiminum í Marknagili. Í skrivi, sum Fíggjarnevndin hjá løgtinginum fekk í gjár, biður Javni um størri játtan. Stuðulin í ár er 550.000 krónur. Javni biður um 350.000 krónur afturat næsta ár. Trý fólk í Føroyum hava framvegis koronu. Eingin smittutilburður varð staðfestur mánadagin, tá 164 kanningar vórðu gjørdar. Níggju fólk eru í sóttarhaldi. Síðani 30.oktober, tá ein smittutilburður varð staðfestur, hava tríggir tilburðir verið í Føroyum, ein 7. november og tveir 14. november. Húsavíkar kommuna hevur mint á skrivið til løgtingsfólk og landsstýrisfólk, sum hon sendi fyrst í juni, um skaðarnar, sum uppgangur gjørdi í Húsavík og í Dali. Ferðafólk, sum hava leitað sær til Íslands, hava havt valið millum at rinda kostnaðin fyri at lata seg kanna fyri koronu, tá tey koma, og aftur fimm dagar seinni, ella at fara í sóttarhald í 14 dagar. Men sambært RÚV, vita myndugleikarnir um fleiri dømi, har ferðafólk valdu sóttarhald framum at lata seg kanna, tí kanningarnar vóru ov dýrar. Haraftrat eru eisini fleiri, sum bróta sóttarhaldið. Galdandi reglur um koronukanningar og sóttarhald komu í gildi 1. juli, og tá varð ásett, at tað kostaði 11.000 íslendskar krónur at verða kannaður fyri koronu á markinum, góðar 500 krónur í okkara peningi. Nevndin í Ljósinum hevur sett sær sum aðalmál, at tað fyrst og fremst skal vera stuttligt at gera fimleik. Harnæst skal fimleikurin viðvirka til góða kropsliga heilsu og góð úrslit. Tað er í lagi at seta sær stór mál og at vilja vinna. Men málið um at vinna eigur ongantíð at skugga fyri huginum til ítróttin. Tí skipaði nevndin fyri eini verkstovu um sálarheilsu, har sálarfrøðingurin Annika Helgadóttir Davidsen, vísti á, hvussu venjararnir á kappingarliðunum hjá felagnum kunnu fyribyrgja, at íðkararnir koma undir ov stórt sálarligt trýst. Tað er ein sannroynd at fleiri ítróttafólk, kanska serliga ungar gentur, fáa sálarligar avbjóðingar av at vera undir stórum trýsti. Á einum fimleikaliði er ikki óvanligt, at ein, umframt at vilja avrika sítt besta, eisini kennir eitt ávíst trýst í mun til vekt og útsjónd. Hetta trýstið kemur afturat skúla, karakterum og øllum hinum, sum tey ungu skulu liva upp til í dagsins samfelag. Nevndin heldur, at minni trýst ikki merkir tað sama sum verri úrslit. Kanska heldur øvut. Kenna allir fimleikararnir seg væl, veksur hugurin til fimleikin, og harvið verða avrikini helst eisini betri. SEV sigur, at orkan frá Førka var 469 megawatttímar í oktober. Og teir svara til miðalmánaðarnýtsluna hjá okkurt um 1124 húskjum, 1,2 prosent av elorkuni. SEV samanber hetta við vatnturbinuna á Strond, sum góvu 451 megawatttímar, báðar turbinurnar í Botni í Suðuroy, sum góvu 378 megawatttímar, og vindmyllurnar hjá Røkt í Vestmanna, sum góvu 462 megawatttímar í oktober. Heldur ikki var nógvur vindur í oktober, so vindorkan minkaði eisini samanborið við oktober í fjør. Í ár gav vindurin góð trý gigawatttímar, í oktober fjør gav hann fimm gigawatttímar. Nakrar myllur í Neshaga eru framvegis í ólagi. Vitello dámar at síggja filmar um skrappar fýrar í undirtroyggju, sum ikki er bangnir fyri nøkrum, og sum ganga við knívi. Vitello er eisini ein skrappur fýrur, hann letur seg í undirtroyggju, stjelur ein knív frá Mammu og fer út í verðina at banna og tosa ljótt við onnur Kim Fupz Aakeson skrivaði og Sjúrður Gullbein týddi til føroyskt. Mogens Jensen sigur við dansk kringvarpið, at hann hevur ikki neyðugu undirtøkuna í fólkatinginum, og tí hevur hann boðað forsætisráðharranum frá, at hann leggur frá sær. Tað er greitt, at mistøk eru gjørd í mínari ráðharrastovu, og tað taki eg ábyrgdina av. Haraftrat er tað mín meting, at eg havi ikki neyðugu politisku undirtøkuna longur, sigur Mogens Jensen. Ferðavinnufelagið sigur, at umsetningurin í ferðavinnuni er fallin nógv, hjá ferðaskrivstovunum 90 prosent, hjá gistingarhúsunum millum 60 og 80 prosent, hjá matstovunum millum 40 og 50 prosent, hjá bussfeløgum millum 85 og 95 prosent, hjá upplivingarvinnuni 60 prosent og hjá bilútleigarum 95 prosent. Soleiðis málber Bill Justinussen í Miðflokkinum seg, tá hann verður spurdur, hvat fer at henda, um Johan Dahl, sum eisini er í samgonguni, fer at atlvøða fyri uppskotinum frá andstøðutingfólki um at javnseta samkynd foreldur í barsilsskipanini. Bill Justinussen sigur, at tað stríðir ímóti samgonguskjalinum, um eina samgongutinglimur atkvøður fyri einum uppskoti frá andstøðuni. Spurningarnir vóru nógv og ymiskir til serfrøðingin í dagsins morgunsending. Lagt varð fyri við at tosa um barnaeksem, ið rættiliga nógv børn fáa, og síðan var farið til spurningar frá lurtarunum. Hann hevur nú leiklutin sum semingsmaður, eftir at Johan Dahl segði í tinginum í gjár, at kemur landsstýrið ikki við einum uppskoti, sum tryggjar javnrættindini fyri samkynd í barsilsskipanini, so fer hann at atkvøða fyri andstøðuuppskotinum. Vit hava biðið um eina viðmerking frá Anniku Olsen, borgarstjóra í Havn, men hon vísir til Boga Jacobsen, tekniska stjóra hjá kommununi. Borgarstjórin sigur í sms boðum, at málið um staðseting av skoytubreytini er tikin í mentanarnevndini og byggi og býarskipanarnevndini eftir tilmæli frá umsitingini. Tað kann góðtakast í ávísum førum, men herskipini hjá USA eiga ikki at røkja uppgávurnar hjá donsku verjuni, heldur Martin Lidegaard. Tað upplýsti Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, tá hann svaraði einum fyrispurningi frá Johan Dahl í Sambandsflokkinum í løgtinginum seinnapartin. Arbeitt verður við leistinum til veiðigjaldið í løtuni, og tað arbeiðið verður væntandi liðugt um tvær ella triggjar vikur. Síðani fer málið til politiska viðgerð. Færri koronukanningar, at Thetis ger kanningarnar og verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum hava við sær, at tey trý sjúkrahúsini hava kortini ikki brúk fyri eykajáttan. Steinar Eirikstoft, forstjóri í sjúkrahúsverkinum, vísir á, at tá ið sjúkrahúsverkið hevur meira pening, enn tey vænta at brúka í árinum, so noyðist hann eisini siga frá, at tørvur er ikki á eykajáttan. Fleiri handlar í miðbýnum í Havn hava givið ilt av sær, nú kommunan ger skoytubreyt í Vágsbotni, tí ferðslan verður so nógv darvað. Ein talgildur føroyskur samleiki. Hví er hann so týdningarmikil Stýrisformaður fyri Talgildu Føroyar, Leif Abrahamsen, sum hevur arbeitt 30 ár við tøkniligum samfelagsbroytingum, vitjaði. Er tað rætt at flyta Nólsoyar Páll Og hvat skulu vit við standmyndum í almenna rúminum Tað eru spurningar, sum vit venda saman við Medunu Dalsgaard, arkitekti, og Guðrið Poulsen, listakvinnu. Samgongutingmaðurin Johan Dahl spyr landsstýrismannin í fíggjarmálum eftir einum uppleggi um veiðigjøld í fiskivinnuni. Tingmaðurin spyr, nær upplegið verður klárt at taka støðu til politiskt. Hvørjar meginreglur uppleggið byggir á, hvussu tað verður sett saman, og nær ætlanin er at seta nýggju skipanina við veiðigjøldum í verk. Av tingsins røðarapalli lovaði Jørgen Niclasen, at eitt lógaruppskot er á veg. Um einar tvær tríggjar vikur er uppskotið klárt til politiska viðgerð, segði landsstýrismaðurin. Í innslagnum tosa vit eisini við Johan Dahl, løgtingsmann fyri Sambandsflokkin, sum spurdi landsstýrismannin eftir hansara uppskoti um veiðigjald. Eisini tosa vit við Aksel V. Johannesen, formann í Javnaðarflokkinum, sum stóð á odda fyri undanfarnu samgongu, ið til fánýtis royndi at áseta eitt veiðigjald, har yvirnatúrligi vinningurin skuldi serskattast. Veiðigjøldini, sum løgtingsmaðurin nú spyr eftir, eru umrødd í samgonguskjalinum, sum varð undirskrivað fyri góðum 14 mánaðum síðani. Har verður nevnt eitt tilfeingisgjald, ið verður lýst soleiðis Tilfeingisgjaldið verður eitt yvirskotsgrundað gjald, sum tekur hædd fyri rentu , olju og fiskaprísi, soleiðis at inntøkur landsins út frá verandi fortreytum verða umleið á sama støði sum í 2018. Tilfeingisgjaldið skal koma í staðin fyri tey krónugjøld, sum í dag verða løgd á uppsjóvarfisk og botnfisk í Barentshavinum. Hesi gjøld eru ídag 1,50 krónur kilo fyri makrel, 60 oyru kilo fyri norðhavssild og 25 oyru kilo fyri svartkjaft, umframt 50 oyru kilo fyri botnfisk í Barentshavinum. Sambært fíggjarlógini fyri í ár skal landskassin fáa 314 milliónir í inntøkum frá avgjøldum á fiskatilfeingi, og sama tal 314 milliónir er sett sum inntøka í fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár. Uppboðssølurnar av fiskatilfeingi, sum vórðu hildnar í 2018 og í 2019 geva framvegis pengar í landskassan. Trý ára og átta ára rættindini geva inntøkur, hvørt ár. Í ár og aftur næsta ár 54 milliónir í landskassan. Krónugjøldini geva sostatt 260 milliónir, meðan uppboðssølugjøldini frá undanfarnum árum geva 54 milliónir í landskassan. Tilsamans 314 milliónir. Sambært landsroknskapinum vóru beinleiðis avgjøldini frá fiskivinnuni væl hægri í fjør. Tilsamans 369 milliónir krónur góðar 221 milliónir komu inn í uppboðssølugjøldum og góðar 147 milliónir í krónugjøldum. Í 15 ár hevur hon skula havt eftirlit við, at fyrisitingin í Føroyum ikki hevur gjørt mistøk ella vanrøkt sínar skyldur, og at almenna umsitingin ikki hevur framt órætt ímóti borgaranum. Av tingsins røðarapalli í dag lovaði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, at eitt lógaruppskot um veiðigjald er á veg. Í Danmark kravdi koronafarsóttin sítt fyrsta politiska offur í dag, tá Mogens Jensen, ráðharri fyri matvørur, fiskivinnu, javnstøðu og norðurlendskt samstarv, legði frá sær. Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkin, Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, Sólja í Ólavsstovu, fráfarandi Løgtingsins Umboðsmaður, og Kaj Joensen, journalistur, luttóku í sendingini. Marit Karlsen var býarkvinna, men tá bústaðarmarknaðurin í Oslo gjørdist ov harður og grummur, noyddist hon at flyta. Soleiðis endaði hon í eini smáttu, har hvørki streymur, vegur ella vatn var. Mitt í skóginum og við ongum nábúgvum mátti hon klára seg sjálv. Tað snýr seg um ymiskt feitt. Og millum annað er pitsuskúli við Lisu og Sandru. Eisini bakar Jimmy croissantir við nøtusós. Saman gera tey mat og geva góð ráð, so tú kanst gerast betri heimakokkur. Í flestu familjum er onkur óloysandi ósemja, sum merkir, at familjan ikki longur tosar saman. Tað er eisini galdandi fyri Fischermann familjuna. Tí avger tann ynskti í familjuni,Benjamin, at fara at kanna, hví so er. Tað, hann kemur eftir, er eftir øllum at døma 2. veraldarbardagi og ræðustýrið hjá Hitleri, sum framvegis kasta daprar skuggar inn í eina púra vanliga danska familju. Í Belgia hava myndugleikarnir gjørt av, at øll fólk í landinum skulu fáa ókeypis koppseting fyri koronu, tá heilivágurin verður tøkur, hevur belgiski heilsumálaráðharrin, Frank Vandenbroucke, boðað frá. Hann sigur at tað fer at kosta samfelagnum nógv, men hann metir at tað er neyðugt at koppseta øll fólk í landinum, um tey ynskja tað. Í Belgia er ikki tamarhald á koronafarsóttini í løtuni, og nú eru næstan 540.000 av teimum 11,5 milliónum fólkunum í landinum smittað við koronu. Tað hevur fingið landið at seta strong tiltøk í verk. Millum annað eru matstovur og skeinkistøð stongd, og handlar sum ikki eru alneyðugir, eru stongdir. Fólk hava bara loyvi at hitta eitt fólk uttanfyri sína egnu familju. Í Antwerpen hava myndugleikarnir skipað eina kanningarmiðstøð fyri koronu í eini kirkju, fyri at nøkta tørvin. Í nógvum londum verður umrøtt, um øll fólk í landinum skulu fáa tilboð um ókeypis koppingarevni. Higartil eru tað bara myndugleikarnir í Belgia og í Australia, sum hava avgjørt, at koppingarevnið verður ókeypis fyri fólk. Brimil hevur sleipað útróðrarbátin Volunteer til lands. Volunteer fekk trupulleikar við maskinuni seks fjórðingar vestan fyri Trøllhøvda og bað um hjálp. Grønlendska bókin, sum á føroyskum eitur Heimsins vakrasta jólatræ, eftir Juaaka Lyberth, og bókin Loftar tú mær hjá Rakel Helmsdal vóru eisini innstillaðar. Tolleftirlitið skal styrkjast, og tolllógin verður endurskoðað í løtuni. Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, í svari til Brand Sandoy, løgtingsmann, sum spurdi um tolleftirlitið og rúsevni. Landsstýrismaðurin sigur eisini, at eitt nýtt SSP samstarv skal gerast at basa rúsevnistrupulleikanum, sum er sosialur fyrst og fremst, siga tey serkønu. Jørgen Niclasen sigur, at TAKS arbeiðir við at effektivisera arbeiðsgongdir og við talgilding á tolløkinum, so meira arbeiðsorka so líðandi verður tøk til beinleiðis eftirlit. Hóast ein mánaður er eftir av árinum, eru framvegis stórar nøgdir av makreli eftir at fiska, og tí verður arbeitt við eini ætlan um at fáa semju um at flyta størri nøgd til næsta ár. Tað upplýsti Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, tá hann í gjár fekk ein fyrispurning frá Høgna Hoydal, tingmanni. Jacob Vestergaard upplýsti, at nógvur makrelur er eftir at fiska í ár. ES og Bretland eru ikki komin á mál við samráðingunum um brexit, og tí fær tað avgerandi týdning fyri fiskiskapin í framtíðini, segði landsstýrismaðurin Tað kann vera ein avbjóðing fyri kommunurnar, at meira enn helmingurin av kommunustýrislimunum eru nývaldir. Tá er umráðandi við eini góðari fyrisiting. Kommunufelagið fer fyrst í nýggja árinum at skipa fyri skeiði, har kommunustýrislimirnir læra millum annað fyrisitingarlóg og kommunulógina. Runavíkar kommuna ætlar at leggja trýst á landsmyndugleikarnar fyri at fáa teir at áseta krøv um royk og ljóðdálking og síggja til, at tey krøvini verða hildin. Roynt verður at finna eina loysn, har tað ber til at seta krøv til óljóðsstigið frá havnarvirkseminum fyri at stýra óljóðsstiginum gjøgnum dagin. Tann gongdin er ikki nóg góð, og tí sigur løgreglan seg kunna staðfesta, at helmingurin av øllum málunum viðvíkja ferðslulógarbrot, har vit av royndum vita, at ferðslutrygdin hjá borgarunum verður sett í týðandi vanda. Upplýst verður, at í 2018 doyði eingin í ferðsluni. Í 2019 doyði eitt fólk í ferðsluni. Higartil í ár er eingin deyður í ferðsluni. Í sendingini verður greitt frá Studentaskúlanum árini 1956 60. Hugleitt verður um einstakar lærarar, um mál og bókmentir í samanburði við eitt nú matematikk og um Hoydalar sum umhvørvi hjá einum studentaskúla. Beint nú er tað bara óneyðuga nógv órógv um hetta, sigur Guðrið Poulsen, listakvinna. Vit fáa at vita, at hon skal setast uppaftur, men hví er tað ikki komið upp á pláss, áðrenn man tekur hana niður. Tað skapar bara óneyðuga nógv órógv og heitar kenslur. Tær báðar seta eisini orð á, hvat vit skulu við standmyndum í almenna rúminum. Tær, sum eru, eru fyri ein stóran mun afturlítandi, og tað er pláss fyri fleiri og meiri fjøltáttaðum standmyndum í Føroyum. Tær fegnast um, at fólk hava so sterkar meiningar um list í almenna rúminum. Tí list í almenna rúminum er neyðug hon er demokratisk, opin og ókeypis. Hoyr prátið um standmyndir í almenna rúminum. Í sambandi 75 ára føðingardagin hjá Anniku Hoydal í dag 19. nov., verður sendingin Annika Hoydal Eg var við í mínum lívi , sum Eir í Ólavsstovu gjørdi í 2007, endursend. Hvørt mansbarn í Føroyum kennir sangirnar hjá Anniku Hoydal, men sum sjónleikari er hon minni kend. Í nærmyndini av Anniku fáa vit innlit í hennara fjølbroytta listarliga arbeiði. Annika flutti nógv sum barn og ung, tí hevur tað verið týdningarmikið fyri hana at skapa eitt heim, sum mótvekt til rótloysið, at tað bleiv mitt í Keypmannahavn var av tilvild. Valið stóð millum Eyðbjørn Thomsen, sitandi borgarstjóra, og Halltóru Joensen, sum var toppskorari á kommunuvalinum við 71 atkvøðum. Tað er ógreitt, hvar skoytubreytin í Havn verður í vetur, eftir at Tórshavnar kommuna í gjárkvøldið hálsaði um og slepti ætlanini um skoytubreyt í Vágsbotni. Arbeitt verður víðari við miðbýarætlanini, sjálvt um eingin skoytubreyt verður har, og standmyndin av Nólsoyar Pálli ikki fingið nýtt pláss. Rasmus Prehn verður nýggjur matvøruráðharri í Danmark eftir Mogens Jensen, sum hevur lagt frá sær í kjalarvørrinum av minkagøluni. Hann fer eisini at umsita landbúnað og fiskivinnu. Mogens Jensen var eisini ráðharri í javnstøðumálum, men hetta málsøkið verður nú flutt í arbeiðsmálaráðið, har Peter Hummelgaard er ráðharri. Í hesi sendirøð hoyra okur um sangirnar hjá Hank Williams. Og sangir um Hank Williams. Merkisvert er, at teir enn liva okra millum, hóast hann andaðist fyri næstan 70 árum síðani. Lagt til rættis Petur Rouch. Tilsamans hava 498 fólk fingið staðfest smittuna í Føroyum. 495 eru vorðin frísk aftur, og sostatt eru trý fólk eru smittað í løtuni. Danski løgmálaráðharrin, Nick Hækkerup, nevnir nú møguleikan fyri at kanna eldsbrunan á ferðafólkaferjuni Scandinavian Star eina ferð aftrat. Hetta er ein ræðulig og syrgilig hending, og vit skylda teimum avvarðandi, at málið verður kannað út í æsir, segði Nick Hækkerup í samráðnum. Miðal sethúsaprísurin í høvuðsstaðnum var umleið 3,2 milliónir krónur í triðja ársfjórðingi í ár. Tað svarar til, at miðal sethúsaprísurin er hækkaður umleið 3,5 prosent í 2020. Miðal sethúsaprísurin hækkar støðugt. Vit kunnu eisini staðfesta, at í hesum árinum eru sethús í høvuðsstaðnum seld fyri meira enn fimm milliónir krónur. Og tað er fyrstu ferð, at vit síggja tað, sigur Kára á Dunga, stjóri í Betri Heimi. Í Klaksvík og Eysturoynni er hægsti prísur, sum sethús eru seld fyri, farin upp um tríggjar milliónir krónur Í Vágum eru hús seld fyri væl meira enn tvær milliónir krónur Eftirspurningurin er framvegis stórur, men útboðið er ikki so stórt. Koronukreppan hevur ikki havt stórvegis ávirkan á keyp og sølu av sethúsum, men ein broyting er, at sethús verða seld skjótari í ár enn í fjør. Tað bendir á, at áhugin í øllum førum enn er stórur, sigur Kára á Dunga. Tónleikarar í Jasmin eru Harald Fonsdal Johannesen, trummir Bergur Fonsdal Johannesen, bass Vinjard Egilsnes Petersen, tangentar Jasmin Mote, sang og kór Henrik Old heldur, at tað eigur at koma øðrum pørtum av fiskiflotanum til góðar. Hann mælir til, at teir fýra djúpvatnstrolararnir eisini sleppa í Barentshavið at fiska næsta ár. Hilmar Eliassen, stjóri á Strandfaraskipum landsins, Henrik Old, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, Hanus Hansen, stjóri í JFK, Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord, og Niels Arge Galan, stjóri á Sendistovuni, luttaka í sendingini. Í nýggjari dokumentarrøð í trimum pørtum verður ljós varpað á menningarsøguna í føroyskum fótbólti. Sagt verður frá bráða skiftinum frá avbyrging og kyrru í drúgt áramál til stóra lopið í 1990 upp á Stórapall úti í Evropa. Vit flyta okkum eftir fáum árum frá áhugafótbólti á ringum grúsvøllum og ongum regluligum dystum móti fremmandum liðum til altjóða FIFA limaskap í 1988. Hugsjónir birtast tíðliga í 70 árunum. Nýggi formaðurin í fótbóltsdeild ÍSF s loysir úr lagdi. Fyrsta umsóknin um limaskap í FIFA verður send úr Føroyum í 1974. Fyritreytirnar eru ikki tær bestu. Eitt sersamband fyri fótbólt, og leikvøllir við øðrum undirlagi enn grúsi eru treytaleys krøv fyri limaskapi. Og so er tað ríkisrættarstøða okkara. Nú byrjar eitt drúgt stríð fyri sjálvstøðugari umboðan í altjóða kappingum millum allar hinar. Smátt gongur. Eitt er, at danska fótbóltssambandið er ikki sinnað at ganga føroyska ynskinum um limaskap í norðurlendsku samgonguni á møti, annað er, at tað valdar yvirhøvur líkasæla í Føroyum um hetta mál. Føroyingar fjeppast meira uppi í tí góða danska landsliðnum í 80 árunum enn sínum egna landsliði, tá vinardystir hendingaferð eru móti Íslandi ella Hetlandi. Men eldsálir eru, ið støðugt stríðast fyri at fáa føroyskan fótbólt upp úr deyðavatni og vinna honum nýggjar og mennandi avbjóðingar. Lógin bleiv brotin, tá boð blivu givin um, at allir minkar í Danmark skuldi drepast. Hettar er eitt mál, sum ikki er sæð áður á Christiansborg, sigur politiskur viðmerkjari. Kortini vilja stuðulsflokkarnir ikki koppa stjórnini. Rasmus Prehn er nýggjur matvørumálaráðharri. Flemming Møller Mortensen verður ráðharri fyri menningarsamstarv og norðurlendskt samstarv. Javnstøðumál verður nú flutt í arbeiðsmálaráðið, har Peter Hummelgaard er ráðharri. Umhvørvis og matvørumálaráðið broytir navn til umhvørvismálaráðið, har Lea Wermelin er ráðharri. Hesi tølini eru uttan veiting frá Almannaverkinum. Havnar Arbeiðskvinnufelag og Fíggjarmálaráðið samráðast í løtuni um nýggjan sáttmála. Tann sáttmálin verður galdandi frá september í fjør, tá hann kemur í gildi. Tí ber ikki til hjá Vigdis Johannesen, forkvinnu í felagnum, at gera samrøðu í dag. Yrkisfelagið Miðnám segði, at Fíggjarmálaráðið skuldi viðurkenna, at vegleiðarar og próvdómarar hava rætt til 7,5 tímar hvør fyri hvørja verkætlan, tá talan er um breytaverkætlanir á fyrireikingarbreytunum í miðnámsskúlum. Trætan var um, hvussu eina semja, sum varð gjørd hjá Semingsstovninum í mai 2017, skal tulkast. Fíggjarmálaráðið fekk rætt í Fasta gerðarrætti. Úskurðurin kann ikki kærast. Kristina Roest og Súsanna Bertholdsen í Javnaðarflokkinum atkvøddu í móti uppskotinum um at velja Kristin Michelsen á Felagslistanum til borgarstjóra á Tvøroyri. Bjarni Hammer, sum eisini er valdur í býráðið fyri Javnaðarflokkin, atkvøddi fyri uppskotinum at velja Kristin Michelsen. Men Anita Vibergsdóttir varð einmælt vald til varaborgarstjóra. Brúk er fyri hálvari millión afturat. Men nýggjar metingar vísa eisini, at lægsta fyritíðarpensjónin verður hálva millión bíligari í ár. Eykajáttanin til arbeiðsloysisforsorg, sum biðið varð um, kann minka úr tveimum milliónum niður í eina millión, tí útreiðslurnar til arbeiðsloysisforsorg eru farnar at minka aftur, sigur Almannamálaráðið. Lønarískoytið, sum arbeiðandi pensjónistar fingu, var tvær millionir og 214.000 krónur, sambært Als. Landið skal rinda hesar pengar, sum Als legði út. Tað er dapri spádómurin hjá Institute of International Finance, IIF. Longu undan koronukreppuni boðaði stovnurin frá stórum vøkstri í skuldini. Nú koronukreppan herjar, er støðan ikki blivin betri, vísir nýggjasta frágreiðingin. Samlaða skuldin hjá heimsins londum er vaksin við 135.000 milliardum krónum í ár. Seinastu fýra árini er skuldin vaksin við rúkandi ferð, og verður við árslok komin upp í 277.000 milliardir dollarar. Tað svarar til 365 prosent av heimsins bruttotjóðarúrtøku, vísir frágreiðingin. Institute of International Finance metir, at afturgongdin í heimsbúskapinum verður 4,4 prosent í ár, og um væl vil til, verður ein vøkstur næsta ár, sum verður 5,2 prosent. Heldur gongdin við skuldini fram, fara heimsins lond at skylda 360.000 dollarar í 2030. Evrulondini øktu sína skuld við 1.500 milliardum dollarum fyrstu níggju mánaðirnar í ár, og amerikanska skuldin vaks við 9.000 milliardum dollarum. Nógvir pengar eru nýttir til stuðul av koronukreppuni. Seinast í 2021 falla 7.000 milliardir dollarar til gjaldingar. Orsøkin til tað er millum annað, at 20 tey ríkastu londini í heiminum hava loyvt 46 av fátækastu londunum at sleppa undan at rinda skuld í kreppuni. Altjóða metingarstovnurin Moody s ávarar um, at Zambia hevur tikið stór lán í Kina seinastu árini, og latið ráevnir sum gjald, millum annað kopar. Almenna skuldin hjá Zambia er nú komin upp í 12 milliardir dollarar. Zambia er í eini ringari støðu, tí landið hevur ikki kunnað aðrar veðhavarar um støðuna, og tað eru teir langt frá nøgdir við. Tað sigur professarin í penga og búskaparmálum á Johns Hopkins Universitetinum, Steve Hanke, við The African Report. Ása Holm er tann einasta av lista B, sum er í bygdarráðnum. Hini fýra eru á lista A. Andreas Berg, sum fekk flestar atkvøður á kommunuvalinum, er varaborgarstjóri í Porkeri. Henrik Rindom er sálarlækni. Hann er tengdur at viðgerðarstaðnum Novavi nýtt lív. Hann sigur, at alkoholisma er sjúka og skal viðgerðast. Henrik Rindom hevur verið í Føroyum og sagt frá hesum viðgerðarstaðið, har dentur er lagdur á ambulalanta viðgerð. Tað verður í fyrsta lagi í 2022, at myllurnar, sum SEV ætlar at seta upp omanfyri Eiði, koma. Øll loyvi eru ikki fingin enn, millum annað byggiloyvið frá Eiðis kommunu. Byggiloyvið er ikki avgreitt enn, tí bygdaráðið vil fyrst hava undirskrivaðan sáttmála millum hagastýrið, sum skal leiga SEV lendi til myllurnar, og SEV, sigur Hans Jákup Drangastein Johansen, varaborgarstjóri. SEV vann fyri einum góðum ári síðani útboðið um vindorku á Eiði. Tær sjey vindmyllurnar í hjá Sev í Porkeri eru komnar upp og verða tiknar í brúk í desember. Tað skal vera lættari at gera ábøtur á gamlar og friðaðar kirkjur. Tað sigur landstýrismaðurin, Jenis av Rana, sum ætlar at seta ein arkitekt, ið skal koma við uppskotum um, hvussu hetta skal gerast. Artur Johansen heldur fram sum borgarstjóri í Sjóvar kommunu. Nývalda kommunustýrið skipaði seg í gjár. Artur Johansen fer sostatt undir sína fjórðu setu sum borgarstjóri í Sjóvar kommunu. Jóannes E. Markná varð valdur til varðaborgarstjóra. Nývalda kommunustýrið í Sjóvar kommunu sigur, at kommunan hevur stórar avbjóðingar, sum serliga knýta seg at Eysturoyartunlinum. Avbjóðingar, ið helst eru av einum jaligum slagi, við fólkavøkstri, búskaparligum vøkstri og øktum møguleikum. Men eisini viðurskifti, ið leggja eitt størri trýst á tær tænastur, sum borgarar krevja, til dømis barnaansing, skúlar, bústaðarmøguleikar, vegir, arbeiðspláss og annað Í Hovi verður Delmar Tausen nú aftur borgarstjóri. Bygdarráðið skipaði seg mikukvøldið, og varaborgarstjóri verður Jón Midjord, og triði limurin í bygdaráðnum er Bergljót Bertholdsen. Heilivágsfyritøkan Pfizer hevur biðið um eina neyðgóðkenning av koppingarevninum fyri koronu, so tað kann takast í brúk í desember. Stjórin í Pfizer, Albert Bourla, sigur, at tað hevur stóran týdning at fáa koppingarevnið góðkent í USA, áðrenn tað fer víðari til onnur lond. Fíggingin er greið, alistøðin verður bygd, og um trý ár vænta vit at selja fyrsta laksin á kinesiska marknaðinum, sigur Ragnar Joensen. Í morgun boðaði Nordic Aqua Partners frá, at fíggingin, 587 milliónir norskar svarandi til góðar 400 milliónir danskar krónur er fingin til høldar. Tá høvuðspersónarnir høvdu fingið sín samleika og pallsetingin var í lagi, lat eg partar av søgugongdini menna seg sjálva. Tað sigur Marjun Sydebø Kjelnes um nýggju skaldsøgu sína Sum rótskot . Vit tosa við Marjuna. Hon er tingfólk og limur í Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum. Nú er hon vorðin dagligur leiðari í Javna, sum fær játtan á fíggjarlógini og í løtuni hevur eina umbøn um eykajáttan liggjandi í Fíggjarnevndini. Kristina Háfoss heldur tó ikki, at hetta fer at verða ein trupulleiki. Tá Rúsurnar kring landið lótu aftur í dag vóru bara sjey fløskur eftir. Eingin av stóru Rúsdrekkasølunum hevur nakað eftir, eru boðini frá Rúsuni. Á barnarættindadegnum handaði Barna og ungdómsráðið landsstýrisfólkum tilmæli um, hvussu børn og ung kunnu verða ein meira virkin partur av samfelagnum. Barnanna umboðsmaður heldur, at alt ov fá børn kenna síni rættindi og møguleikar, tá ið snýr seg um viðurskifti við almennar myndugleikar. Havnar Jazzfelag fyllir í hesum døgum 45 ár. Felagið varð stovnað í 1975, og longu tvey ár seinni í 1977 kundi felagið presentera eina heimsstjørnu á palli í auluni í Kommunuskúlanum í Havn, nevniliga hin navnframa Dexter Gordon. Vikuskiftissendingin var á gátt hjá Kristiani Blak, sum var við til at stovna Havnar Jazzfelag. Kristian greiðir frá, um tá ið Dexter Gordon kom til Føroya við bólki. Kenny Drew klaver, Jesper Lundgaard bass, Aage Tanggaard trummur og Dexter Gordon saxofon. Teir komu á gátt hjá Kristiani á Reyni. Heima hjá honum var vítt til veggja, men synd er at siga, at høgt var til loftið í gomlu føroysku húsunum. Tað kundi tveir metra høga saxofonstjørnan sanna, tá hann smekkaði høvdið upp undir loftið fleiri ferðir. Hoyr samrøðuna við Kristian Blak. Sum nakað forkunnugt kann Vikuskiftissendingin spæla upptøkur frá konsertini. Hesar hava vit fingið frá Kristiani Blak, sum hevur fingið tær frá Brandi Øssursson. Upptøkurnar gjørdi Carsten Arnskov í 1977 fyri Útvarp Føroya. Sending varð gjørd um konsertina. Vit hoyra eisini ein ungan Sonne Smith annonsera og hugleiða um jazz sum heild. Rætting Sagt verður í samrøðuni, at konsertin var 23. mei 1977. Tað er ikki rætt, hon var 25. mars, sum Sonne Smith eisini vísir á í innganginum. Í dag letur Ensemble Sirius úr hodum nýggja fløgu. Kristina Thede Johansen spælir saksofon í bólkinum. Vikuskiftissendingin ringdi til hana í hesum sambandi. Við á fløguni er eitt verk eftir Atla Kárason Petersen. Tað snýr seg um skýggj. Hoyr samrøuna her. Jógvan Páll Lassen, sum er verji hjá dananum, sum framhaldandi skal vera varðhaldsfongslaður til dómur fellur í februar, vil hava, at tann ákærdi verður settur í varðhald í Mjørkadali og ikki í Danmark. Ákærdi danin hevur sitið varðhaldsfongslaður í Vestre Fængsel síðan desember í fjør, og tað hevur havt stórar avbjóðingar við sær, bæði fyri verja og ákærda, sigur Jógvan Páll Lassen. Í gjár var rættarfundur um varðhaldsfongslingina, og Føroya rættur gjørdi av at tveir av teimum ákærdu skulu latast leysir, ímeðan tann eini danin framvegis skal vera í varðhaldi. Tað vil siga, at teir tríggir ákærdu framhaldandi sita varðhaldsfongslaðir inntil Eystari Landsrættur er komin við sínum úrskurði. Nevningatingið um stóra rúsevnismálið er útsett til februar næsta ár. Hóast teir tríggir, sum eru ákærdir í málinum, hava verið varðhaldsfongslaðir síðani 21. november í fjør so krevur ákæruvaldið framhaldandi, at teir verða varðhaldsfongslaðir, til dómur fellur í málinum. Í gjár var rættarfundur um varðhaldsfongslingina, og Føroya rættur gjørdi av at tveir av teimum ákærdu skulu latast leysir, ímeðan tann eini framvegis skal vera í varðhaldi. Tað vil siga, at teir tríggir ákærdu framhaldandi sita varðhaldsfongslaðir inntil Eystari Landsrættur er komin við sínum úrskurði. Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu, sum Jógvan Skeel Nolsøe gjørdi við Michael Boolsen, ákæra, eftir rættarfundin í gjárkvøldi. Tað staðfestir landsgrannskoðanin í síni frágreiðing fyri árið í fjør. Landsroknskapurin fyri 2019 varð viðgjørdur í løgtinginum í gjár, og har var eittnú meirnýtslan hjá Frælsinum umrødd. Í frágreiðingini hjá landsgrannskoðanini stendur, at landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur kunnað um, at sambært stovnsleiðaranum hevði stovnurin ov lítla játtan til at hava virksemi alt árið. Meirnýtslan stavar, sambært Landsgrannskoðanini, frá meirnýtslu í samband við at útbúgva starvsfólk í Danmark í sambandi við krøv í nýggju lógini um rúsviðgerðarstovnar, umframt til til at útbúgva onnur starvsfólk í Føroyum. Eisini eru pengar brúktir til at knýta sálarfrøðing at stovninum, umframt eina eldávaringarskipan. Hann vísir tó á, at hann tíðliga í fjør boðaði frá, at játtanin fór ikki at halda. Og hann bjóðaði sær tí til at steingja virksemið á Frælsinum, ein part av árinum. Men tað vildi politiska skipanin ikki, sigur hann. Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2021 er játtanin til Frælsi eisini hækkað við einari góðari millión, so hon tilsamans verður 5.072.000 krónur. Í samband við fíggjarlógararbeiðið hevur Fíggjarnevndin hjá løgtinginum fingið upplýst, at tað er reiðaríið Palli hjá Mariannu , sum eigur bygningin, ið Frælsi húsast í á Eiði. Avtalan millum P F Palla hjá Mariannu og Frelsunarherin er at leiga fyri 10.000 krónur um mánaðin. Í avtaluni stendur, at Frelsunarherurin hevur forkeypsrætt til bygningin, og at peningur, ið verður goldin í leigu, gongur inn á lánið, so at P F Palli hjá Mariannu ikki hevur vinning av hesi avtalu. Í sendingini í dag minnast vit ein countrysangara, sum nýliga er farin foldum frá, vit minnast eisini ein írskan sangara, sum doyði í áttatiárunum, og so hoyra vit úr nýggju útgávuni hjá Chris Stapleton. Onkur mannfólk kundu standa uttan fyri dyrnar, ringdu uppá og trúðu, at tann, sum eg spældi, eisini var eg, og at teir kundu fáa eitt sindur burturav, sigur Annika Hoydal við einum smittandi látri. Annika Hoydal er okkara stóra stjørna, bæði sum sjónleikari og sangari. Men tað hevur ikki altíð verið líka lætt at vera Annika. Hóast nógv elskað, so hava tað eisini verið løtur, har fólk eru blivin óð og ikki hava skilt millum hennara leiklutir og hana sum privatpersón. Vit vildu skava eitt sindur í skræðuni, pilka eitt sindur við normarnar, sum nøkur hildu vera lóg. Vit høvdu okkara meiningar og vildu arga eitt sindur, sigur Annika. Nú Annika Hoydal fylti 75 ár, ringdi Nón til hennara og ynskti henni til lukku. Tað bleiv til ein hugnaligan hálvan tíma, har nøkur av hennara ævigt grønu løgum eisini vórðu spæld. At gleða seg til í morgin og síggja tað besta í fólki, til tað øvugta er prógvað. At hava ein positivan anda og at trúgva uppá, at tað er vert at liva. At hava góð fólk rundan um seg. At síggja fólk. Eg vil lata fólk upp heldur enn aftur. Letur tú onnur upp, letur tú eisini teg sjálva upp. Kringvarpsmaðurin Emil Lisberg Jacobsen og blaðstjórin á Norðlýsinum, Jóhann Lützen, kappast móti Tór Arna Samuelsen og Jóhan Petur Johannesen frá útvarpsstøðini Lindin. Tú kanst hoyra sendingina her Enn var undirtøkan stór í Europa og aðrastaðni, men í USA seldist Revenge til eina helvt av útgávuni frammanundan Be Yourself Tonight. Tískil er hetta tann seinasta stórplátan hjá Eurythmics, sum Annie Lennox og Dave A. Stewart mannaðu. Tey vóru kanska tey seinastu í new wave rákinum. Undan Revenge var áhugin fyri hesum tónleikaslagnum nógv minkaður. Hann hevur útbúgving innan rokniskap á handilsskúla, bankaútbúgving frá Sjóvinnubankanum, diplomútbúgving innan almenna fyrisiting og er útlærdur heimaskipari. Í 35 ár starvaðist Alfred sum Kommunuskrivari hjá Nes Kommunu, og hann var løgtingslimur fyri Sambandsflokkin í tjúgu ár. Frá 1962 til 1968 var Alfred sjóðmaður. Umframt at velja góðan og fjølbroyttan tónleik, greiðir Alfred frá ymiskum upplivingum á síni lívlseið og frá søguni um Óla Kristian Joensen, eisini nevndur Olger, ið varð fyrsti niðursetumaður á Saltnesi. Fíggjarmálaráðið hevur biðið fíggjarnevndina um at hækka løgujáttanina til Skúladepilin í Marknagili, í kjalarvørrinum av gerðarrættarúrskurðinum í málinum millum TG Verk og Landsverk. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, sigur í umbønini til fíggjarnevndina, at tøka løgujáttanin til Glasir røkkur ikki til at gjalda TG Verki upphæddina, og tí verður biðið um at hækka eykajáttanina tilsamans 6,2 milliónir krónur Sakarmálskostnaðurin hjá Landsverki í sambandi við gerðarættarmálið skal rindast av rakstrarjáttanini til Landsverk, sigur Fíggjarmálaráðið. Hóast korona hevur havt við sær, at ferðafólkatalið um Vága floghavn er nógv minkað, verður arbeitt við einari byggiskrá um at útbyggja floghavnina. Heildarætlanin leggur upp fyri flogferðsluni næstu 20 árini. Talan er um stødd á bygningum, og hvar teir skulu vera, og umrøtt verður eisini at leingja flogbreytina. Byggiskráin, sum nú verður gjørd, skal verða grundarlag undir einari arkitektakapping millum føroyskar ráðgevar um, hvussu teir ætla, at tørvurin í framtíðini kann nøktast. Vága floghavn sigur, at enn er støða ikki tikin til, nær farið verður undir at útbyggja floghavnina. M.a. er greiða ikki fingin á fíggingini enn. Kavarar vóru niðri fyrrapartin og kannaðu botnin, men einki bendir á, at skipið hevur fingið skaða, sigur vakthavandi á havnarskrivstovuni. Tó eru tvey smá hol staðfest oman fyri vatngangin í bakborð har afturi á skipinum, men tað lekur ikki, og sveisað verður fyri holini. Grønlendska felagið, Royal Arctic Line, sum eigur skipið, samstarvar við Eimskip um farmasigling millum Grønland, Ísland, Føroyar og Danmark. Tað loysir seg ikki at stovna eina sjálvbodna arbeiðsloysistrygging í Grønlandi, men skal arbeiðast víðari við málinum, kann arbeiðsloysisskipanin í Føroyum geva íblástur. Aðalráðið fyri vinnu og arbeiðsmarknað, sum hevur kannað málið, mælir frá at stovna eina sjálvbodna skipan, tí tað verður torført at fáa fólk at tekna seg til eina slíka skipan. Verður útgjaldið lítið, samstundis sum vandin fyri at gerast arbeiðsleysur er avmarkaður, verða ávísir løntakarabólkar ikki eggjaðir til at fara upp í eina sjálvbodna skipan. Tað verður torført at fíggja eina sjálvbodna skipan uttan so, at tað almenna letur stuðul ella endurgjald, stendur í frágreiðingini. Skal arbeiðast víðari við einari arbeiðsloysisskipan í Grønlandi, kann føroyska ALS skipanin geva íblástur, stendur í frágreiðingini. Eftirlitið við innflutningi av rúsevnum skal herðast, fleiri tollarar setast, og revsingin fyri at smugla ólóglig rúsevni skal verða strangari. Tað sigur Brandur Sandoy, tingmaður hjá Fólkaflokkinum, sum eisini hevur sett landsstýrismanninum í heilsumálum ein skrivligan fyrispurning um málið. VIt hoyra søguna Veitlsan hjá gandakallinum. Enid Blyton skrivaði og Alex Sólstein týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2001. Fólkaheilsuráðið mælir til, at myndugleikarnir gera eina breiða og burðardygga fyribyrgingarætlan, har høvuðsdentur verður lagdur á at styrkja sálarligu og sosialu heilsuna hjá ungum. Fyrstu niðurstøðurnar vísa, at føroyingar sum heild meta seg hava góða heilsu, og føroyingar meta seg í størri mun hava góða heilsu, enn til dømis danir gera. Týski samveldiskanslarin, Angela Merkel, væntar ikki, at fólk í heimsins fátæku londum fáa ágóðan av koronukoppsetingini, tá hon kemur, skrivar BBC News. Tað var á einum toppfundi hjá G20 londunum um vikuskiftið, at Angela Merkel segði seg stúra fyri gongdini í fætøku londunum, tá koppingarevnið kemur á marknaðin. Merkel heldur, tað gongur ov seint hjá teimum ríkastu londunum at semjast um at hjálpa teimum fátæku, so fólkini í hesum londunum eisini konnu koppsetast. Eg stúri fyri, at einki higartil er gjørt til tess at tryggja fólkunum í fátæku londunum koppsetingina, segði Angela Merkel á G20 toppfundinum. Hon heitir á tey ríku londini um at fara til samráðingarborðið hjá GAVI, sum er altjóða felagsskapurin, ið skal tryggja fátækum londum atgongd til heilivág. Orðini hjá Angelu Merkel koma eftir, at heilsumyndugleikarnir í USA hava sagt, at tey fyrstu fólkini har í landinum verða koppsett fyri COVID 19 tann 11. desember. Tey ríku londini lovaðu á G20 toppfundinum at stuðla teimum fátøku londunum, sum eru meint rakt fíggjarliga av koronukreppuni, men einki ítøkiligt varð sagt um, hvussu hjálpin skal veitast. Í 2015 høvdu 66 prosent av monnunum og 51 prosent av kvinnunum eitt BMI, sum var hægri enn 25. Tey, sum hava meira enn 25 í BMI, viga ov nógv. Samanbera vit føroysku tølini um yvirvekt og ógvusliga yvirvekt við onnur lond, eru tølini størri í Føroyum enn í Danmark, Noregi og Svøríki. Taka vit bara føroysk viðskiftafólk, eru innlánini 17,2 milliardir og útlánini 15,7 milliardir, so her er innlánsyvirskotið 1,5 milliard. Tað eru í størsta mun húsarhaldini, sum hava innlánsyvirskot í føroysku peningastovnunum, sigur Landsbankin. Húsarhaldini hava umframt skuld í føroysku peningastovnunum sethúsalán í donskum realkredittstovnum. Um skuldin hjá húsarhaldunum til donsku realkredittstovnarnar verður tald við, hava húsarhaldini eitt innlánsyvirskot, sum var 233 milliónir krónur tann 30. september. 66 ára gamli Jonathan Pollard, sum í 1985 varð fongslaður í USA fyri at hava njósnast til frama fyri Ísrael, sleppur nú til Ísraels at búseta seg. Pollard starvaðist sum fregnartænastugreinari fyri amerikansku stjórnina í áttatiárunum, og tá útflýggjaði hann Ísrael nógv loynilig skjøl og upplýsingar. Sjóvar kommuna fer í næstum undir eina royndarskipan, har fólk í kommununi skulu skilja húsarhaldsburturkastið, tá tey bera tað út. Tað var í summar, at IRF sendi øllum teimum 28 limakommunum eitt tilmæli um at bjóða fólkunum í kommununum bokashi spannir, har húsarhaldsburturkastið skal skiljast í. Føroyingar í Danmark kunnu fara av arbeiðsmarknaðinum eftir somu fortreytum sum ES borgarar í sambandi við Arne pensjónina, sum hon verður nevnd. Sambært Arne pensjónsskipanini kunnu fólk, sum hava verið á arbeiðsmarknaðinum í 42, 43 ella 44 ár, fáa pensjón ávikavist eitt, tvey og trý fyrr. Men upprunaliga uppskotið legði ikki upp fyri, at fólk, sum starvast í Føroyum og Grønlandi, kundu telja ta starvstíðina við í samlaða starvsaldurin fyri at fáa Arne pensjón, eins og tey, sum hava starvast í ES og EBS londum. Peter Hummelgaard sigur, at hann hevur havt samband við landstýrið um málið, og landstýrið hevur boðað frá, at tey vilja, at starvsaldurin í Føroyum telur við. Tí verður uppskotið broytt, so starvstíðin í Føroyum og Grønlandi telur við, tá starvsaldurin skal roknast. Arne pensjónin verður tó ikki útgoldin til fólk, sum búgva í Føroyum, men bara til fólk, sum búgva í Danmark, ES og EBS londum, umframt Sveis, Bretlandi og Turkalandi, sigur arbeiðsmarknaðarmálaráðharrin í svarinum til Sjúrð Skaale. Landsstýrið arbeiðir við eini ætlan at herða eftirlitið, so at rúsevni ikki floyma inn í landið, og við eini ætlan um eitt víðkað SSP samstarv at basa trupulleikanum. Í seinasta lagi í februar ella mars má ein loysn finnast á umstøðunum hjá handverkslærlingunum á Glasi, eftir at tjaldið, sum hevur verið nýtt, mátti takast niður í nógva vindinum fríggjakvøldið. Á Fiskiveiðieftirlitinum verður upplýst, at skipini boðaðu frá, at tey fingu nógvan svartkjaft, sum var minni enn minstamarkið, ið er 23 sentimetrar. Skipini fingu hál uppá eini 300 tons, og tað vísti seg, at upp í 80 prosent av veiðuni var svartkjaftur sum var minni enn 23 sentimetrar. Vakthavandi á Tórshavnar havn sigur, at skipið fekk bara smávegis skaða, millum annað tvey smærri hol, sum vóru væl oman fyri vatngangin. Tukuma Arctica sleit fortrossarnar í nógva vindinum beint eftir midnátt leygarnáttina og snaraði 90 stig, so skipið endaði við at liggja við gronini út móti fjørðinum. Fyritøkur kundu søkja um stuðul til fastar útreiðslur, alt eftir hvussu nógv umsetningurin væntaðist at minka í stuðulstíðarskeiðnum, sum var frá 1. apríl til 30. juni. Minkaði umsetningurin 40 til 60 prosent, var stuðulin helmingurin av føstu útreiðslunum. Og minkaði umsetningurin 60 til 100 prosent, var stuðulin tríggjar fjórðingar av útreiðslunum. Summar fyritøkur høvdu størri afturgongd enn væntað, og tær kundu fáa meiri stuðul. Aðrar høvdu minni, og tær kundu koma í ta støðu at skula rinda stuðul aftur. Varð afturgongdin minni enn 40 prosent, skuldi allur stuðulin rindast aftur. Í fyrsta umfari vórðu góðar seks milliónir krónur útgoldnar, men eftir endaligu uppgerðina fingu 44 fyritøkur meiri stuðul, og 82 skuldu gjalda stuðul aftur, heilt ella lutvíst. Sebastian hevur aldri hitt pápa sín, sum býr í Egyptalandi, og nú ætlar hann at senda honum vinaumbøn á Facebook. Hann hevur altíð droymt um at hava pápan nærri og saknar hann serliga, tá hann sær onnur saman við pápa teirra. Men vil pápin yvirhøvur kennast við hann Sebastian hevur mangar tankar og stúranir, nú hann ætlar sær at seta seg í samband við pápan. Tað, hann stúrir mest fyri, er at verða avvístur, men er óvissan verri enn at verða avvístur Einsamalla várið er heitið á bók hjá Bjarna Mohr, har hann tíðarleyst vil vísa okkum, hvussu landið varð skipað, tá korona leikaði harðast á í summar. Eigur tú fleiri enn 250.000 krónur á bók í Banknordik, so kanst tú vænta at rinda negativa rentu fyri at hava pengarnar innistandandi. Umframt hámarkið, ið er 250.000 krónur, ber til at hava upp til tvær aðrar kontur við 50.000 krónum á uttan at rinda negativa rentu. Um kundar hava fleiri enn tríggjar vanligar innlánskontur, verður negativ renta goldin av hesum kontum, stendur á heimasíðuni hjá Banknordik. Sambært yvirliti á heimasíðuni hjá hinum bankanum Betri Banki , Norðoya Sparikassa og Suðuroyar Sparikassa er hámarkið har framvegis 500.000 krónur fyri at sleppa undan at rinda negativa rentu. Ingilín Didriksen Strøm vil nú hava at vita frá Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni í heilsumálum, hví vaskifólkini á Landssjúkrahúsinum fáa lægri byrjanarløn enn vaskifólkini á hinum báðum sjúkrahúsunum. Í Degi og viku hóskvøldið kom fram, at byrjanarlønin hjá vaskifólkunum á Landssjúkrahúsinum er 119 krónur um tíman og endalønin 130 krónur. Á hinum báðum sjúkrahúsunum er byrjanarlønin 130 krónur. Í innslagnum varð eisini víst á, at hóast reinføri hevur staðið ovarlaga á skránni í ár í sambandi við koronusmittuna, kenna vaskifólkini seg ikki vird. Lønin hjá vaskifólkum er so mikið lág, at fleiri liva undir fátækramarkinum. Eitt ár í tjaldi á Svalbard var akkurát tað, sum Samuel og Pernille trongdu til fyri at megna næsta stig i lívinum Men eitt er at liva lívið sum nýbyggjarar í skóginum, tá tey eru tvey. Nakað annað er, tá tey fáa barn, tá broytast krøvini til komfort munandi. Salt brúka vit í meira lagi. Lisa ger ein klassikara við kraklingi, og Zeina ger snerktar munnbitar við salti. Saman gera tey mat og geva góð ráð, so tú kanst gerast betri heimakokkur. Tað besta, sum Andreas 16 veit, er at vera í náttúruni, og hann droymir um tað stóra ævintýrið í óbygdum. Nú ætlar hann at fara út á Finnmarksvidda. Men hvussu verður tað at vera púra einsamallur hvønn dag Norsk náttúrurøð. Lítilætni listamaðurin á Viðareiði, Arnold Vegghamar, er kortini djarvur og litríkur tá hann málar høgu fjøllini og umhvørvið á Viðareiði við útsýni til Fugloynna og Svínoynna. Nú vit støkka á gátt hjá honum, hevur hann leitað aftur í søguna og hevur júst málað Hitler og niðurundirkomnar jødar, sum eru á veg í týningarlegu. 83 ára gamli Vegghamar greiðir frá, at hann hevur havt ynski um at goyma nakrar málningar til eftirtíðina, men gremur seg um at alt verður selt so hvørt. Karin Absalonsen á Viðareiði er komin í málarastovuna hjá Vegghamar at hyggja eftir málningi fyri systur sína. Karin sigur, at viðingar dáma sera væl sín lokala listamálara og málningar hjá honum hanga í so gott sum øllum heimum í bygdini og nógv húski eiga fleiri. 76 ára gamli Frits Johannesen í Fuglafirði hevur málað ógviliga nógv síðani hann gavst sum lærari og hugflogið er stórt. Í sínum málningum fær hann fram stuttligar skapningar, sum ofta spæla á ljóðføri í stuttligum orkestrum úti í náttúruni. Frits hevur tikið tónleikin við sær inn í málningalistina, Í mong ár var hann kórleiðari, millum annað hjá Fuglafjarðar Gentukóri. Beint nú hevur Frits eina framsýning við smáum vatnlitsmyndum í Ribarhúsi í Fuglafirði. Sigrun Gunnarsdóttir, listakvinna á Eiði, hevur sín serliga stíl. Málningarnir siga søgur, sum spretta úr lívi og tonkum hennara. Hon hevur ofta smá symbol í málninginum, ið hava onkran boðskap. Og Sigrun hevur nógv jørn í eldinum. Umframt framsýning í Grønlandi, arbeiðir hon við at listprýða nýggja partin av Landssjúkrahúsinum og hon skal nú eisini prýða ein annan stovn, sum enn er ónevndur. Hon hevur nútímans málarastovu við síðuna av sethúsunum uppi í Kolli. Fjølbroytti listamaðurin Tróndur Patursson úr Kirkjubø, sum nú er 76 ára gamal, leggur seinastu hond á stóra listaverkið, ið skal setast upp í rundkoyringini í Eysturoyartunnlinum. Hetta er størsta einstaka istaverk sum Tróndur hevur gjørt. Ljósið fær ein avgerandi leiklut og í rundkoyringini skal tað fáa lív í fólkini í listaverkinum. Tróndur arbeiðir á 3. hædd í gomlu byggihøllini hjá Mest á Vestaru bryggju í Havn og her eru góðar umstøður. Annars arbeiðir hann framvegis nógv úr glasi og pensilin er hóast alt ikki gloymdur. Tað er ikki ov nógv sagt, at fuglfirðingurin Heðin Kambsdal er serfrøðingur í at mála ljós og myrkur og fáa ljós at skína natúrliga í myrkri. Nógv av motivunum hjá Heðini eru úr heimbygdini Fuglafirði. Hann hevur millum annað málað Donald Trump á Støðlafjalli og tað var áðrenn hann bleiv amerikanskur forseti. Hann hevur eisini málað Margrethu drotning á Støðlafjalli og aðra staðni í føroysku náttúruni. Heðin sigur, at hann er eitt B menniskja burturav og tað mesta verður málað um kvøldið og um náttina. Eigur tú fleiri enn 250.000 krónur á bók í Banknordik, so kanst tú vænta at rinda negativa rentu fyri at hava pengarnar innistandandi. Banknordik broytir upphæddina, sum er undantikin negativari rentu, á nýggjárinum, tá hámarkið verður lækkað við einari helvt úr hálvari millión til 250.000 krónur. Harumframt ber til at hava tvær aðrar kontur við síðuni av við 50.000 krónum á, umframt at negativa rentan fyri innlánum lækkar úr minus 0,75 prosent til 0,6 prosent. Skála venjarin dýkir á sínar menn, hóast vit skriva november, hægstu tindarnir eru hvítir, og allar fótbóltskappingarnar vanliga eiga at vera avgreiddar fyri langari tíð síðani. Men óvanliga árið, vit uppliva, hevur gjørt, at Skála er komið í eina óvanlig støðu, tí samstundis sum Skála skal koma seg yvir vónbrotið av at flyta niður úr bestu deildini, so skulu leikararnir eisini fyrireika seg til fjórðingsfinaluna í steypakappingini móti NSÍ. Niðurflytingin var eitt stórt vónbrot, staðfestir Ingi Hansen, formaður, sum nú fyrireikar Skála til eitt ár í næstbestu deildini. Liðið á vestara armi á Skálafjørðinum dróg í síðsta leikumfarinum Svarta Per, tá liðið tapi móti TB í Trongisvági og endaði aftanst í bestu deildini, og tískil noyðist ta tungu leið niður í 1. deild. HB miðvallarin Sára Samson Lamhauge hevur ikki slept dreyminum um at gerast yrkisleikari í útlandinum, hóast hennara fyrsta roynd í Italia bleiv eitt vónbrot. NSÍ byrjaði væl, og mundið lagt seg á odda beinavegin, tá eitt hornaspark snildisliga varð spælt til Margunn Lindholm á brotsteigamarkinum, men Óluva Allansdóttir Joensen í KÍ málinum bjargaði sera væl skotinum. Besti kvinnuligi føroyski fótbóltsspælarin gjøgnum tíðirnar, Rannvá Andreasen, byrjaði inni, og hon var í grundini munurin á liðunum. KÍ hevði sett sterka liðskiparan Sannu Svarvadal at ansa eftir best leikaranum hjá NSÍ, liðskiparan Heidi Sevdal, og tað riggaði. Hvørjaferð Heidi nærkaðist KÍ brotsteiginum, so var sterki verjukendi miðvallarin har og steðgaði henni. Í byrjanini á seinna hálvleiki trýsti NSÍ, fyri at fáa útjavnandi málið, og tær vóru eisini nærvið, tá besti leikarin hjá NSÍ, Monika Samuelsen, stútaði bóltin beint oman fyri KÍ málið. Men so hendi tað, sum ofta hendir, tá annað liðið jaktar eitt mál. Í 68. minutti fór KÍ í mótálop eftir eitt NSÍ horna, og so rann ein av bestu KÍ leikarunum í finaluni, Hervør Olsen, frá NSÍ verjuni og hamraði bóltin framvið NSÍ málverjanum. NSÍ hevði ikki meir enn sett spælið í gongd aftur, tá KÍ skorar triðja og avgerandi málið, sum eisini var ta vakrasta málið í finaluni. KÍ kvinnurnar broderaðu seg gjøgnum NSÍ liðið. Sanna Svarvadal fær bóltin frá verjuni og spælir hann til Rannvá Andreasen, sum við einari ómetaliga hegnisligar fyrstuferðssending finnur Evy á Lakjuni. Hon stríkur av støð í høgra borði og laggur bóltin fyri føturnar á Hervør Olsen, sum sneiður NSÍ málverjan av, áðrenn hon leggur bóltin fyri føturnar á Victoriu á Lakjuni, sum bara skal seta innaru síðu á bóltin. Uttan iva eitt tað besta málið, ið er skorað í føroyskum fótbólti í ár. Nóg mikið av koppingarevni verður til allar føroyingar, og gongur alt, sum tað skal, so kunnu føroyingar verða koppsettir fyri koronu í mars, sigur Hjalti Gunnarstein, landsapotekari. Ung halda seg hava eina verri sálarliga heilsustøðu enn tey eldru, og ung í Føroyum hava verri sálarheilsu enn tey í hinum norðurlondunum. Tað vísir ein kanning hjá Fólkaheilsuráðnum. Fríggjadagin 20.november var altjóða barnarættindadagur. Í hesum sambandi fara vit at hoyra um barnapanelið hjá Barnabata. Tey hava arbeitt saman í eitt ár. 9 børn og ung kring landið, hava verið á ráðstevnu í Keypmannahavn, tey arbeiða við at gera tilmæli, soleiðis at børn í Føroyum verða hoyrd og at børn í Føroyum læra barnarættindasáttmálan betri at kenna. Fríggjadagin løgdu tey fram og hildu røðu og tey handaðu politikarum og øðrum eitt tilmæli. Gylta fer at greiða frá. Eisini fara vit at hoyra um sangin Tað kundi verið eg, og tá fara Teresa og Joanes at greiða frá. Steintór Rasmussen skrivaði sangin og sangurin varð gjørdur í samband við landsinnsavningina hjá Reyða krossi. Vit eru á Skúlatrøð í Klaksvík. Sjóvar kommuna fer í næstum undir eina royndarskipan, har fólk í kommununi skulu skilja húsarhaldsburturkastið, tá tey bera tað út Tað var í summar, at IRF sendi øllum teimum 28 limakommunum eitt tilmæli um at bjóða fólkunum í kommununum bokashi spannir, har húsarhaldsburturkastið skal skiljast í. Nýggjar lógaruppskotið, sum varð samtykt fríggjadagin, miðar eftir, at í minsta lagi triðja hvørt fólk í nevndum í framtíðini verður ein kvinna. Hetta er eitt søguligt stig á leiðini, sum fer at gera enda á tíðini, har ongar kvinnur vóru í nevndum, sigur Franziska Giffey, forkvinna í ráðnum fyri javnstøðumál. Lógaruppskotið kemur í kjalarvørrinum á einari kanning, sum staðfesti, at bara 12,8 prosent av nevnarlimum í stórum, týskum vinnufyritøkum eru kvinnur. Týska stjórnin arbeiðir í løtuni eisini við einum lógaruppskoti, ið skal tryggja kvinnum í landinum størri umboðan í almennum nevndum. Vinnunevndin hjá løgtinginum vil vita, um landsstýrið kemur við onkrum lógarupskoti um smittufyribyrging, áðrenn nevndin skrivar álit um uppskotið um heimildina hjá landsstýrismanninum í vinnumálum at avmarka upplatingartíðirnar hjá matstovum og skeinkingarstøðum fyri at forða fyri smittuspjaðing. Vinnunevndin heldur ikki, at tað er rætt at brúka matstovulógina til at forða fyri smittuspjaðing. Og smittufyribyrging er málsøki hjá Heilsumálaráðnum, ikki hjá Vinnumálaráðnum. Vinnunevndin hevur havt uppskotið um heimildina hjá landsstýrismanninum í vinnumálum í meira enn tveir mánaðir nú, síðani 22. september. Nevndin hevur bíðað eftir landsstýrinum, um tað fór at koma við onkrum um smittufyribyrging, sigur Bjørt Samuelsen, sum er forkvinna í Vinnunevndini. Sambært løgmanni verður rættartrygdin styrkt, tá nýggja politilógin kemur í gildi. Við nýggju lógini verður greitt ásett, hvørji stig politiið kann taka fyri at tryggja, at skil og rættlag valdar. Hetta merkir, at grundleggjandi meginreglurnar, sum politiið skal halda, tá tað eitt nú gerst neyðugt at brúka hund, piparsproyt ella pistól, verða ásettar í lóg, segði løgmaður, tá hann í vár legði fram uppskotið um ríkislógartilmæli um nýggju politilógina. Yvirskipaða endamálið er at fáa eina nýggja og tíðarhóskandi lóggávu um virksemið hjá politinum í Føroyum. Við lógini fær politiið í Føroyum eisini eitt greiðari grundarlag at virka á, segði løgmaður. Lógin um fregnartænastuna hjá politinum, Politiets Efterretningstjeneste, PET lógin, kemur eisini í gildi í Føroyum á nýggjárinum. Tað hevur við sær, at demokratarnir fáa atgongd til millum annað pening, so fólk kunnu setast í starv í umsitingini, og samskifta við fólk, sum Donald Trump, forseti, hevur havt í starvi. Avgerðin varð tikin eftir at sveiggjstaturin, Michigan, hevur góðkent, at Biden vann forsetavalið, og at hægstirættur í Pennsylvania ikki gav umsitingini hjá Donaldi Trump viðhald í eini kæru um 8.000 atkvøður, skrivar New York Times. Avgerðin hevur við sær, at umsitingin hjá Joe Biden kann fara undir at seta nógv túsund fólk í starv, so umsitingin verður klár, tá Joe Biden tekur við sum forseti 20. januar. Donald Trump, forseti, hevur framvegis ikki viðgingið at hann tapti forsetavalið, og hann arbeiðir framvegis við at fáa valúrslitið í fleiri statum ógildað. Hóast tað, so hevur Donald Trump boðað frá, at tey sum manna General Services Administration, eiga at gera sum tey halda vera best. Tað hevur leingi verið funnist at Trump fyri at forða fyrireikingunum til forsetaskiftið, tí tað kann hava við sær, at Joe Biden og tey sum hann skal samstarva við, ikki vera klár til uppgávuna, tá forsetaskiftið verður, og tað kann fáa avleiðingar fyri alt USA. Norski íleggjarin M søval Eiendom hevur keypt 55,6 prosent av partabrøvunum í Ice Fish Farms, sum er holdingfelag hjá Fiskieldi Austfjarða. M søval Eiendom keypti meirilutan frá einum øðrum norskum íleggjara, Midt Norsk Havbruk. M søval Eiendom eigur eisini meirilutan í Laxar Fiskeldi. Norski oljugrunnurin eigur nú meir enn 11.000 milliardir krónur, og tað er ikki meir enn eitt ár síðani, at grunnurin fór upp um 10.000 milliardir krónur Grunnurin misti fitt av inntøkum, tá koronusmittan fór at gera um seg í vár, og eitt skifti í mars var virðið 9.300 milliardir krónur Hvussu útlitini hjá oljugrunninum eru, verður nógv gitt um, men higartil hevur grunnurin tryggjað vælferðina í Noregi, og hóast nógv ivamál hava verið av koronufarsóttini, so hevur ikki verið neyðugt hjá norsku stjórnini at broyta búskapargongdina í landinum. Heilsufrøðiliga starvsstova er nøgd við tey tiltøk, sum alifelagið Mowi gjørdi, eftir at laksur slapp úr einum tøkubúri á Sandi 29.oktober. 20. november svarar Heilsufrøðiliga starvsstova, at tiltøkini ljóða til at vera góð. Vónandi tryggja tey, at Mowi ikki missir laks aftur, sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan. Mowi sigur í sínari frágreiðing, at alt bendir á, at orsøkin var, at súgurin í sjónum fekk nótina at koma í slanguhøvdið, har fiskurin verður pumpaður úr búrinum, og hol er komið á nótina. Síðani avgerð varð tikin um at byggja Glasir í 2014, er talið á lærlingum vaksið ein triðing, úr 260 upp í næstan 400 næmingar, og tá talan er um timburlærlingar, er talið tvífaldað, úr 53 í 2014 upp í 108 nú. Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, sigur, at sparingarnar, sum vórðu gjørdar á Glasi, merkjast serliga á timburdeildini. Tað gátuføra, tað vakra og tað fjalda eru myndevni í bókini, har Haraldur Bjørgvin á kavaraferðum um landið hevur tikið myndir av taraskógum og av ævintýrakendum djóralívi í sjónum. Bókin byrjar við einum inngangi, Orð frammanundan, sum Harald sjálvur hevur skrivað um tað at kava og taka myndir við føroysku strendurnar. Til hvørja mynd er eisini ein stutt frágreiðing um upplivingina, tá myndin var tikin, og harafturat eru nøkur orð frá lívfrøðinginum Jan Sørensen, ið greiðir frá fyribrigdinum, sum er avmyndað. Talan er um bæði føroyskar leiklutir, sum telja fleiri enn 30 í tali, eins og nakrar útlendskar. Leitað verður eftir fólki í øllum aldursbólkum ungum sum gomlum. Upptøkurnar verða gjørdar í Føroyum í tíðarskeiðnum frá mars til juni 2021. Føroyska framleiðslufelagið Kykmyndir stendur saman við danska REinvent Studios fyri framleiðsluni av sendirøðini, ið Torfinnur Jákupsson hevur skrivað við støði í kendu krimibókunum hjá Jógvani Isaksen, um rannsakandi miðlamannin Hannis Martinsson. Øll áhugað eru vælkomin at senda ein teldupost til rannva kykmyndir.fo við yvirskriftini TROM Casting , eini mynd og hesum upplýsingunum navn, aldur, kyn og hædd. Síðani fær ein nærri upplýsingar um upptøkuroyndirnar sjálvar. Gestir hesaferð Hákun West av Teigum Sonja Jógvansdóttir Kristina Háfoss Andrias Høgenni Rannvá Jónsdóttir Jens Meinhard Rasmussen Ólavur í Geil Jenis av Rana, landsstýrismaður sigur, at fundurin í gjár var framhald av einum fundi, sum var fyri nøkrum vikum síðani, og síðani hava partarnir umrøtt støðuna, hvør sær, sigur hann. Einsamalla várið er heitið á bók hjá Bjarna Mohr, har hann tíðarleyst vil vísa okkum, hvussu landið varð skipað, tá korona leikaði harðast á í summar. Einsamalla várið er heitið á myndabók hjá Bjarna Mohr, har hann tíðarleyst vil vísa okkum, hvussu landið varð skipað, tá korona leikaði harðast á í ár. Tað eru tey, sum ikki eru so glað fyri at seta ávísar bøkur í ein ungdómsbás. Vandin við hesum er, at tilkomin fólki, sum kundu fingið bæði gagn og gleði av at lisið bókini, halda seg burtur, tí hon verður skýrd at vera ein ungdómsbók. Hendan vanda er Marjun Synderbø Kjælnes, rithøvundur, greið yvir, og hon vónar eisini at onnur enn ung lesa nýggju bók hennara Sum rótskot , ið snarar kring umhvørvi og veðurlagsbroytingar. Eftir tiltak í Norðurlandahúsinum, har Marjun Synderbø Kjælnes og Rakel Helmsdal luttóku, fingu vit orðið á Marjuna. Hoyrið samrøðuna her Ofta er tað ikki fyrr enn tónlistafólk eru farin um sýn, at tey fáa ta viðurkenning, sum teirra tónleikur og tónlistagávur veruliga høvdu uppiborið. Jeff Buckley, sum druknaði 30 ára gamal í stóránni Missippi, er ein pápi hansara Tim Buckley, sum doyði av einari yvirdosis einans 28 ára gamal, ein annar. Er Jákup Sverri fiskiskip ella handilsskip Tað hevur verið stóri spurningurin í Fiskimálaráðnum og hjá øðrum, sum hava við skipið at gera. Fiskimálaráðið hevur biðið um, at manningin á Magnusi Heinason, sum varð skrásettur sum fiskiskip, skal kunna mynstra við nýggja skipinum. Vit hava kannað og hugt at treytunum, og niðurstøðan er, at dekkarar og kokkur kunnu mynstra, sum talan er um fiskiskip. Teir, sum eru á brúnni, mugu tó hava vinnubrøv til handilsskip, sigur Hans Johannes á Brúgv, stjóri í Sjóvinnustýrinum. Kringvarpið hevur fingið innlit í málið, og har sæst millum annað, at Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni, í skrivi 15. januar í ár til Fiskimálaráðið hevur grundgivið fyri týdninginum, at fiskimenn fara at manna nýggja havrannsóknarskipið Tað er umráðandi, at vit kunnu varðveita verandi manning, sum vit hava á Magnusi Heinason. Manningin kennir arbeiðsgongdirnar, trolleiðirnar og dugir stak væl við øllum teimum mongu trolunum, sum vit brúka. Vit brúka eitt stórt tal av ymiskum botn og uppsjóvartrolum, teir sera ymisku túrarnar, sum vit hava. Umleið 80 av tíðini verða trol brúkt. Vit eru væl stillað við stak dugnaligum og royndum trol og brúgvafólki. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, vil ikki gera samrøðu við útvarpið, men hann sigur tó, at um manningarviðurskiftini á Jákupi Sverra kunnu vera sum hjá fiskiskipi, so kann hann liva við støðuni, sjálvt um skipið verður skrásett sum handilsskip. Tað er framvegis skipasmiðjan Mest, sum er skrásett at vera eigari av havrannsóknarskipinum. Nógv varð annars gjørt burutur úr á Skála 31. oktober, tá ið Jákup Sverri fekk navn og skuldi latast Fiskimálaráðnum. Løgreglan væntar, at málið kemur fyri rættin skjótt. Hetta er fyrstu ferð, at eitt mál um at gera hørð rúsevni kemur fyr rættin í Føroyum. Heri Andreassen, leiðari á kanningardeildini hjá løgregluni, vil ikki siga nakað um málið, fyrr enn tað er búgvið at leggja fyri rættin. 600.000 krónur eru játtaðar til bussin úr satspuljuni, sum hon verður nevnd, eftir umbøn frá Edmundi Joensen, fólkatingsmanni fyri Sambandsflokkin. Edmund Joensen sigur, at Trivnaðargrunnurin ger eitt stórt arbeiði fyri sjúklingar og avvarðandi á sjúklingahotellinum, og hann fegnast um, at allir flokkar á fólkatingi hava tikið undir við umbønini. Trivnaðargrunnurin hevur savnað pening inn til nýggjan buss við allari neyðugari útgerð. Ein nýggjur Sóljubussur kostar umleið 1,3 milliónir krónur, og grunnurin hevur sjálvur savnað 700.000 krónur Grønlendska landsstýrið er til reiðar at selja triðingin av almenna felagnum, Royal Greenland, og brúka peningin til at útbyggja undirstøðukervið, millum annað til nýggjar flogbreytir ymsastaðni í landnum. Longu í apríl kravdu Demokratarnir, sum sita í landsstýrissamgonguni, at tað skuldi greinast, hvussu Royal Greenland kann einskiljast. Demokratarnir halda, at raksturin í felagnum er ov dýrur, og avlopið er ov lítið, hóast Royal Greenland er bundið av almennum skyldum. Verður ein triðingur av felagnum seldur, verður inntøkan millum 825 milliónir og eina milliard og 650 milliónir krónur, skrivar Sermitsiaq. Verður barsilslógin broytt, er hetta 16. ferð síðani 2001. Og tað er ov ofta, heldur Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, sum umboðar arbeiðsgevararnar. Eisini fýlist Arbeiðsgevarafelagið á, at barsilsinngjaldið, sum arbeiðsgevari og arbeiðsgevari gjalda, hækkar við 0,15 prosentstigum. Arbeiðsgevarafelagið hevur í hoyringarskrivinum eisini eina óbeinleiðis atfinning til høvuðsendamálið við lógarbroytingini, sum er at leingja barsilsstíðina. Harumframt er týðandi, at barsilsskipanin tryggjar, at fólk ikki missa tilknýti til arbeiðsmarknaðin, tá tey eru í barsilsfarloyvi. Talan er um biotøknifyritøkuna Moderna, sum eisini hevur ment eitt koppingarevni, og sum evropeiski heilivágsstovnurin, EMA, kannar í løtuni. Usula von der Leyen, forkvinna í ES nevndini, sigur, at sambært sáttmálanum kann ES keypa upp í 160 milliónir skamtir av koppingarevni frá Moderna. Forkvinnan í ES nevndini segði í síðstu viku, at tað er ikki óhugsandi, at EMA fer at góðkenna fyrstu koppingarevnini í seinnu helvt av desember. Týsmorgunin 24. november. Gestir Hákun West av Teigum Sonja Jógvansdóttir Rannvá Jónsdóttir og Andrias Høgenni Jens Meinhard Rasmussen og Ólavur í Geil Kristina Háfoss Ragnar Joensen hevur áður verið stjóri í Marine Harvest, bæði í Føroyum og Norra. Í dag er hann nevndarformaður í norska felagnum Nordic Aqua Partners. Felagið hevur fingið íleggjarar at seta 587 milliónir norskar krónur góðar 400 milliónir danskar krónur í teirra ætlan at ala laks á landi í Kina. Áður hevur Ragnar Joensen havt stórar ætlanir um at ala laks á landi í Føroyum. Men tað bleiv av ongum, og nú eru hansara eygu vend móti Kina. Nordic Aqua Partners fer í fyrstu atløgu at ala 4000 tons av laksi, skjótt verður alingin tvífaldað, og málið er at ala 40.000 tons um nøkur ár. Ragnar Joensen greiðir her frá ætlanini um at ala laks á landi í einum øki við milliónabýin Shanghai í Kina. Hvussu tað er at koma inn á kinesiska marknaðin við eini slíkari verkætlan. Um útlitini fyri kinesiska marknaðin, sum í dag keypir umleið 100.000 tons av laksi. Og síðst í samrøðuni greiðir hann frá síni áragomlu ætlan at ala laks á landi í Føroyum, á ídnaðarøkinum á Sundi við Kalbaksfjørð. Gunnva, sum gongur í 7.flokki á Skúlatrøð skrivar jólakalendarasøgu. Tey í 7.flokki í skúlanum á Argjahamri arbeiða við stórari verkætlan, sum snýr seg um, at børn hjálpa børnum. Tey arbeiða við ævintýrinum Gentan við svávulpinnunum. Bústaðarpolitikkurin hjá landsstýrinum hevur verið leingi áveg. Og meðan vit bíða, so leggjast nýggj tíðindi afturat teimum mongu, sum longu eru gjørd um støðuna á bústaðarmarknaðinum. Í síðstu viku frættist frá meklarafyritøku, at tey nú selja hús í høvuðsstaðnum fyri meira enn fimm milliónir krónur. Og miðal sethúsaprísurin er hækkaður umleið 3,5 prosent, bara í ár. Og um dagarnar vísti stóra fólkaheilsukanningin, har 3000 føroyingar hava svarað umfatandi spurnarkanning, at vánaliga støðan á bústaðarmarknaðinum gongur út yvir fólkaheilsuna. Sambært kanningini eru tað tey ungu, sum í nógv størri mun enn tey eldru kenna seg tyngd av síni fíggjar og bústaðarstøðu. Stóra Fólkaheilsukanningin staðfestir, at í mun til bústaðarstøðu, so er tað serliga tey 25 til 34 ára gomlu, sum hava tað trupult. Annarhvør í hesum aldursbólki kennir seg tyngdan av síni bústaðarstøðu. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í bústaðarmálum, og Tróndur Sigurðsson, komandi formaður í Byggi og býarskipanarnevndini í Tórshavnar Býráð, kjakast um støðuna. Vánaliga støðan á bústaðarmarknaðinum gongur út yvir fólkaheilsuna, serliga hjá teimum ungu, staðfestir stóra fólkaheilsukanningin. Men hvat ætla politikararnir at gera við tað Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna í bústaðarmálum, og Tróndur Sigurðsson, komandi formaður í Byggi og Býarskipanarnevndini í Tórshavnar Býráð, kjakast um evnið. Oftari og oftari hoyra vit um hørðu rúsevnini, sum floyma úr útlandinum inn í føroyska samfelgið. Men nú verða hørðu rúsevnini eisini framleidd í Føroyum. Vit tosa við Jan Johannesen, leiðara á narkodeildini hjá politinum. Men fyrst í sendingini fara vit í løgtingið. Er tað nóg mikið at stongja náttarlívið, um korona aftur fer at gera um seg Tann spurningurin verður umrøddur í Vinnunevndini, sum hevur sent boð eftir landsstýrismanninum í heilsumálum. Fylg lívinum í tropiska Atlantshavinum í eitt ár. Meginpartin av árinum er heita, grunna og varda Karibiska havið eitt satt paradís. Delfinir og sjókýr stórtrívast millum korallriv, meðan ovurstórir hvalhávar, sjálvlýsandi æti og hvalspýggjur gagnnýta tropisku orkuna. Men lagna teirra er treytað av umstøðum langt burturi áraka afrikonsku strondina. Hitin í Sahara veksur so við og við og elvir til øgiligar ódnir, sum bresta á og fara tvørtur um alt Karibiska havið. Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi, sigur við tíðindaportalin IN.FO í dag, at alt bendir á, at færri útisetar fara at flúgva til Føroya á jólum. Tróndur Sigurðsson, sum á nýggjárinum verður formaður í Byggi og Býarskipanarnevndini hjá Tórshavnar Kommunu, vil hava lív í bygningarnar í Hoydølum og ynskir at samstarva við landið um hetta. Landsstýrismaðurin í mentamálum, Jenis av Rana, ið varðar av bygningunum í Hoydølum, sigur seg hava havt følarar úti hjá býráðslimunum og væntar eina loysn longu í januar. Kanning hjá Fólkaheilsuráðnum vísir, at ung í Føroyum kenna seg meira strongd enn ung í grannalondunum. Men nær er talan um strongd, og nær er talan um heilt vanligar avbjóðingar í gerandisdegnum Jólakongur verður vístur í sjónvarpinum í ár. Jólakongur var fyrru ferð at síggja í 2014. Og í barnaútvarpinum fara vit at hoyra, tá ið Elin hitti nøkur teirra, sum vóru við í jólakalendarnum í 2014. Skoytubreytin í Havn verður løgd á niðara vølli í Gundadali. Tað skrivar Tórshavnar Kommuna á heimasíðuni. Skoytubreytin verður løgd í krókinum móti B36 húsinum. Skoytubreytin verður 30 faldað 25 metrar til støddar. Breytin er løgd har, tí niðari vøllur skal kortini skiftast til várs. Arbeiðið at leggja breytina er longu byrjað. Ætlanin var annars at flyta skoytubreytina oman í Vágsbotn, men tann ætlanin varð slept eftir atfinningum frá serliga handilsfólki. Á Niðara Vølli í Gundadali er nøktandi streymur, og staðsetingin hevur ikki avleiðingar fyri ferðslu, grannar ella onnur. Í samráð við HB og B36 er tryggjað, at skoytubreytin ikki ávirkar teirra virksemi, skrivar kommunan. Tað segði Joe Biden í gjár, eftir hann kunngjørdi fleiri fólk, sum vera við til at mynda komandi stjórnina. Tað skrivar tíðindastovan hjá Reuters. Hetta er eitt toymi sum vísir, at USA er aftur og til reiðar at taka leiðsluna og til reiðar at standa andlit til andlits við mótsøðufólk okkara og til reiðar at stuðla okkara sameindu, segði Joe Biden. Eygleiðarar vænta, at uttanríkispolitikkurin hjá Biden fer at vera meira diplomatiskur og skal bøta um viðurskiftini við fleiri lond, umframt at seta eina nýggja kós viðvíkjandi veðurlagsbroytingunum. Sambært The Guardian, so legði Biden eisini dent á, at hansara forsetaskeið ikki fer at minna um Obama forsetaskeiðini, hóast fleiri fólk, sum eisini vóru í stjórnini hjá Obama, nú koma aftur. Macron segði, at tað ringasta av næstu bylgjuni av koronusmittuni nú var farin aftur við og at smittuverjutiltøkini vera slakað í trimum stigum fram til jóla. Macron legði tó aftrat, at tey mugu gera alt fyri at fyribyrgja einari triðu smittubylgju, og tí skulu matstovur, kaffistovur og skeinkistøð framvegis verða afturlatin. Fyribils til 20. januar. Umfatandi avmarkingarnar vórðu settar í verk í Fraklandi síðst í oktober fyri at steðga vaksandi smittugongdini. Tað hevur nú elvt til, at færri fólk nú aftur vera innløgd vegna koronusmittu. Tað skrivar tíðindastovan hjá Reuters, men forsetin, Emmanuel Macron, hevur eisini verið undir trýsti frá handilsvinnuni sum óttast húsagangir. Rættarnevndin ger nógv burturúr uppskotinum. So nógv, at nevndin 6.oktober bað um og fekk longda freist til at avgreiða málið. Freistin varð longd til 20.oktober. Rættarnevndin hevur viðgjørt málið á fýra fundum og hevur tosað við umboð fyri 15 feløg og myndugleikar. Nevndin gjørdi av á fundi 28.september at skriva álit. Fyrisitingarstjórin í Ritzau, Lars Vesterløkkem sigur sambært BT, at álopið er sera væl lagt til rættis, og teldusníkarnir krevja eitt loysigjald fyri at steðga álopinum. Óvist er, hvussu stórt kravið er um. Telduálopið merkir, at allar redaksjónellar skipaninar hjá Ritzau eru óvirknar, men Lars Vesterløkke væntar, at alt kemur aftur í rættlag í morgin Tað sigur Jákup Jacobsen, stjóri í Yndi Fitness í Havn, sum var onnur fyritøkan, ið fekk størsta stuðulin úr hjálparpakkanum tíðliga í summar. Yndi Fitness og smápartafelagið Vitan, sum eitt nú selur bilar, fingu størstu upphædd, sum kundi fáast, nevniliga 240.000 krónur fyri teir tríggjar mánaðirnar, apríl, mai og juni, sum hjálparpakkin var galdandi fyri. Mikudagurin, 25. november. Gestir Sunnvá Dahl Rasmussen og Martin Høgfeldt Olsen Nybyggerne Elspa Jóhanna Á Argjum hundaeigari Ragnar Sigrunarson Málráðið Helga Djurhuus listafólk Tony Dam venjari Mánakvøldið gekk eg túr við Tim og hevði hann sjálvandi í bandi, sum mann jú eigur at hava. Eg varnist ein annan hund og velji tí at fara yvir um vegin, soleiðis at vit ikki eru á somu gongubreyt. Knappliga er hesin hundurin hjá okkum og leypir á Tim. Eigarin av hesum hundinum kemur rættiliga skjótt til og far skilt hundarnar sundur, fortelur Elspa Jóhanna Á Argjum. Eg var øgiliga skelkað beint aftan á hendingina, og tá eg varnaðist, at Tim var bitin og bløddi, so gjørdist eg eisini rættiliga ill og irriterað, sigur Elspa Jóhanna Á Argjum, sum fór til djóralækna við hundinum. Nústaðni er Tim komin nøkunlundað fyri seg aftur, men alla ta fyrstu vikuna aftan á hendingina var ógvuliga lítið um hann, og hann vildi ikki út at ganga túr ella nakað. Tá vóru vit bangin fyri, at vit so at siga høvdu mist okkara familjuhund, fortelur Elspa Jóhanna Á Argjum. Í morgunsendingini fortaldi hon um hendingina og heitti á allar hundaeigarar at hava hund sín í bandi.Tim bleiv álopin av leysgangandi hundi. Verkætlanin kallast Uppilagstur. Samrøðukanning við sjómenn, sum vegna skaða, slit, sjúku ella av øðrum ávum eru noyddir at gevast á arbeiðsmarknaðinum. Sonja Jógvansdóttir er verkætlanarleiðari. Uppilagstur er samrøðukanning við sjómenn, sum hava verið noyddir at gevast á sjónum vegna skaða, sjúku slit ella av øðrum ávum. Kanningin er sera viðkomandi, tí tað er ein lutfalsliga stórur, men ógvuliga tigandi bólkur, av monnum, sum mangan fóru til skips sum tannáringar, hvørs lívsgrundarlag brádliga verður tikið undan teimum. Hvussu er lívið hjá hesum monnum ávirkað av at noyðast av arbeiðsmarknaðinum Hvussu verður bólkurin loftaður í heilsuskipanini, av sosialum myndugleikum og øðrum. Fyri samfelagið hevur tað stórt almannagagnligt virði at fáa samlaða og skipaða vitan um uppilagstar sjómenn og støðu teirra. Tað hevur týdning at fáa lýst støðuna alment og brotið tøgnina um tað at missa arbeiðsførleikar. Hetta kann eisini vera við at menna heilsuøkið, almennar tænastur og hvussu fakfeløg og onnur lofta bólkinum. Hetta kann harumframt vera við til at geva hesum monnum eina rødd og eina kenslu av ikki at vera so einsamallir í støðuni. Tað at vera fiskimaður er ein ógvuliga inngrógvin partur av samleikanum hjá hesum monnum, hvat hendur við teimum, tá ið teir ikki eru tað meir Alt lívið hava teir verið burtur heimanífrá. Skipið er annað heimið, og kroppurin hevur verið amboðið. Hvat gera teir, tá ið hann svíkur Hvørjar eru avbjóðingarnar, sum teir sjálvir síggja tað Hvat kundi lætt um yvirgongdina frá sjónum upp á land Hvussu kunnu teir skapa sær eitt gott lív eftir at hava mist tað, sum kanska hevur mynda teir einamest Sum samfelag eiga vit at hava áhugað í at fáa lýst allar spurningar um, hvussu tað at noyðast av arbeiðsmarknaðinum, áðrenn pensjónsaldur hevur ávirkað lív og lívstreytir, og hvussu hesir klára seg í samfelagnum sum heild Og ikki minst eru viðurskifti vit kunnu bøta um og betra, so eigur tað at vera gjørt. Í kvøld verður greitt, hvat av teimum fýra pørunum í donsku sjónvarpssendingini Nýbyggjararnir, vinnur eini hús fyri umleið 2,6 milliónir. Tað eru ivaleyst fleiri føroyingar, sum eru spentir, tí millum hesi fýra pørini eru Sunnvá Dahl Rasmussen og Martin Høgfeldt Olsen. Vit eru ógvuliga spent og nervøs og hava ikki sovið í alla nátt av tí sama, siga Sunnvá Dahl Rasmussen og Martin Høgfeldt Olsen næstan við ein munn, tá tey verða spurd, hvussu tey hava tað hendan finalumorgunin. Vit eru aftur í húsinum í Silkeborg og tað følist, sum vit hava verið burtur í feriu og eru komin heimaftur, sigur Martin Høgfeldt Olsen. Í morgunsendingini greiddu tey bæði frá, hvussu tað hevur verið at vera við í donsku sjónvarpssendingini, og hvørjar tankar tey gera sær sum húsið, sum tey hava møguleika at vinna í kvøld. Føroyska sjónvarpið samsendir við TV2 í kvøld. Tá hesin seinasti parturin er liðugur, verður sent beinleiðis, og hyggjarar eisini í Føroyum kunnu atkvøða við sms boðum. Sendingin byrjar klokkan 19 í kvøld. Fiskastykkið yviri við Strond í Havn verður nú umvælt. Fiskastykkið verður vanliga nevnt fiskastykkið hjá Johannesi í Stórustovu. Hetta er einasta heila fiskastykki, sum er eftir í Havnini. Stykkið er okkurt um 90 ára gamalt. Málið um at varðveita fiskastykkið er gamalt. Tað varð reist politiskt í 1992. Tá varð økið skrásett, og ein ítøkilig ætlan varð gjørd um at hampa økið og varðveita fiskastykkið. Málið varð samtykt í Mentamálanevndini hjá býráðnum í 1995, men steðgaði so har. Men í desember 2017 varð samtykt at farast skuldi undir at rudda fiskastykkið og at fáa gjørt økið til eitt uppihaldsstað og geva hesum týðandi tíðarskeiði í føroyskari søgu rúmd í høvuðsstaðnum. Fyrsta stigið er at gera eina gøtu, sum verður skorin inn í lendið frá vegnum yviri við Strond til eitt innvik, sum verður felt niður í Fiskastykkið og verður uppihaldsstað. At umvæla og miðla søguna um fiskastykkið yviri við Strond er partur av ætlan um at gera gøtu kring Havnina við ymiskum eyðkennum og náttúruupplivingum fram við bygdum øki. Gøtan fram við Sandá var liðug í vár, gøtan í Villingardali verður gjørd nú, og ein stutt royndargøta yviri við Strond undir kampingplássinum verður gjørd í vetur. Toni Dam, venjari, greiddi í morgunsendingini frá, hvussu aldurin ávirkar kroppin og hvat tú kanst gera, fyri at hava eina góða heilsu. Hoyr dagsins serfrøðing greiða frá. Íbúðirnar eru 80 og 90 fermetrar, og hava ávikavist tvey og trý kømur. Innskotið er 310.000 krónur fyri 80 fermetrar og 350.000 krónur fyri 90 fermetrar. Húsaleigan, sum eisini fevnir um streym og hita, viðlíkahald, trygging og annað, er 5.400 og 6.100 krónur um mánaðin, alt eftir støddini á íbúðini. Neyðugt verður at gera eina rampu á Bursatanga í Havn og eina við ferjuleguna í Nólsoy til Erlu Kongsdóttir, áðrenn hon kann brúkast sum avloysaraskip. Tað sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni og formaður í arbeiðsbólkinum, sum í hesum døgum arbeiðir við at gera eina koppsetingarætlan fyri Føroyar. ES hevur gjørt avtalur við fleiri fyritøkur um at keypa koppingarevni fyri Covid 19. Enn hevur evropeiski heilivágsstovnurin ikki góðkent nakað koppingarevni, men tað verður væntandi fyrsta dagin. Heilsumálaráðið sigur á heimasíðuni, at danski Serumstovnurin hevur gjørt avtalu við heilivágsfyritøkuna, AstraZeneca, sum longu nú er farin undir hópframleiðslu av koppingarevni. Teir tríggir felagsskapirnar mæla til at gera okkurt við hendan samfelagstrupulleikan, sum teir siga, so talið næsta ár verður minni enn í ár. Serliga nógvur harðskapur, har annar ella báðir partar eru rúsaðir, eru fráboðaðir í ár. Vøksturin er 256 prosent. Bæði G festivalurin og Summarfestivalurin bíða í spenningi eftir koppingarevninum. Uttan koppseting verður trupult at halda festivalarnar, siga tey, sum skipa fyri. Eystari Landsrættur hevur staðfest avgerðina hjá Føroya rætti um, at tveir av teimum ákærdu í stóra rúsevnamálinum skulu latast leysir. Málið er útsett til í februar. Fríggjadagin viðgjørdi Føroya rættur spurningin um varðhaldsfongslingina, og tá gjørdi rætturin av, at tveir av teimum ákærdu skulu latast leysir, meðan tann triði framvegis skal vera í varðhaldi. Ákæruvaldið vildi hava allar tríggjar menninar at verða verandi í varðhaldi, til dómur er fallin í málinum, og kærdi tí úrskurðin hjá Føroya rætti til landsrættin. Eystari Landsrættur hevur nú staðfest avgerðina í Føroya rætti. Allir tríggir menninir, sum eru ákærdir í rúsevnamálinum, hava sitið í varðhaldi síðani 21. november í fjør. Bara 37 prosent av námsfrøðingum hava arbeitt meira enn seks ár á sínum núverandi arbeiðsplássi, vísir spurnarkanning, sum Pedagogfelagið hevur gjørt millum limirnar. Jólakongur verður vístur í sjónvarpinum í ár. Jólakongur var fyrru ferð at síggja í 2014. Og í barnaútvarpinum fara vit at hoyra, tá ið Elin hitti nøkur teirra, sum vóru við í jólakalendarnum í 2014. Handlarnir brynja seg til Black Friday, sum verður fríggjadagin, og líkt er til, at nøkur av góðu tilboðunum eru ikki so góð, sum tey tykjast vera. í Danmark í øllum førum hava fleiri handlar seinastu mánaðirnar hækkað prísirnar á vørunum, í eini roynd at geva eina mynd av, at tilboðið er betri enn tað í veruleikanum er, tá prísirnir aftur verða lækkaðir útsøludagin, sum er fríggjadagin. Pricerunner hevur greinað prísirnar á 1.000 útvaldum vørum hjá 50 av størstu nethandlum í Danmark, og har vísa tølini, at 70 prosent av handlunum hava sett prísirnar upp síðani 11. september, tá greiningin byrjaði. Í miðal eru vørurnar dýrkaðar tvey prosent, vísir greiningin hjá Pricerunner, sum er ein tænasta, ið samanber prísir hjá handlum í Danmark. Stjórin fyri Pricerunner í Danmark, Martin Andersen, sigur við danska TV2, at slík tilboð eru følsk, men tey eru ikki ólóglig, tí einki er í vegin fyri, at handlar hækka prísin nakrar mánaðir fyri eina útsølu, so leingi hetta verður gjørt í góðari tíð. Sambært danskari lóg, skal ein vøra hava havt sama prís í minsta lagi seks vikur, áðrenn nýggja tilboðið verður lýst, fyri at kunna siga, at fyrri prísurin er vanligur prísur. Eisini føroyska brúkaraumboðið hevur ásett, at vanligi prísurin skal hava verið galdandi í minsta lagi seks vikur, áðrenn hann kann verða nýttur sum samanbering við ein nýggjan tilboðsprís. Kvinnurnar eru vakrar og svikafullar menninir eru raskir og sterkir. Greiður munur er á, hvussu kynini verða lýst í Sjúrðarkvæðunum. Brynhild Kamban, sum hevur skrivað bókina Kenn mær einki um , vitjar. Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard er tóvirkislistafólk. Yrki hennara ferðast millum list og sniðgeving. Vit tosa við Ragnhild, sum lat upp framsýningina Tilfar og Tøkni mánadagin. Og so gloppar Elin á Rógvi hurðina til nýggjan útvarpsleik, ið verður sendur í desember. 80 prosent kvinnur og 20 prosent menn. Tað er ikki eitt býtið, ið er vanligt í føroyskum politikki, men tað er hagfrøðisligi veruleikin í Hvannasunds kommmumu. Tí meðan tað gongur strilitið á fáa eina javnbjóðis kvinnuumboðan nógva staðni kring landið, so skilur Hvannasunds kommuna seg frá restina av landinum, sum ein kommuna, har kvinnur ráða. Og tað hava tær gjørt í meira enn eitt áratíggjund nú. Veronika var tann fyrsta 1. januar 2009 gjørdist Veronika Petersen fyrsta kvinnan, sum tók við sum borgarstjóri í Hvannasunds kommunu, og síðan tá hava tað bara verið kvinnur, ið hava sitið á sessinum. Tí tá Veronika legði frá sær í 2010 tók Katrin Næs við. Tá Katrin Næs ikki stillaði upp aftur í 2016, tók Irdi Jacobsen við sessinum, og tá hon legði frá sær í 2019, tók Ingrid Petersen við kjansinum. Og tá nývalda bygdaráðið skipaði seg eftir kommunuvalið fyrr í mánaðinum, fall valið á Katrin Næs, ið sostatt fer undir sítt triðja skeið sum borgarstjóri í Hvannasunds kommunu. Kvinnurnar í fremstu røð Men tað eru ikki bara kommunalpolitikararnir, sum velja kvinnur í borgarstjórasessin, tí á kommunuvalinum góvu veljararnir í Hvannasunds kommunu kvinnum eina álítisváttan. Tær fýra kvinnurnar, sum stillaðu upp, endaðu nummar eitt, tvey, trý og fýra, og fingu tilsamans 61 prosent av atkvøðunum. Og so var einans eitt pláss eftir í kommunustýrinum til teir fimm mennirnar, sum stillaðu upp. Sostatt gjørdist Hvannasunds kommuna einasta kommuna í landinum, har Demokratia mátti staðfesta, at javnstøða ikki var, tí kvinnur eru yvirumboðaðar. Men hvat er tað, sum ger, at Hvannasunds kommuna skilur seg so nógv frá restina av landinum í samband við kvinnuumboðan Og hvat kann restin av landinum læra av Hvannasunds kommunu Vit tosa við kommunalpolitikarar í Hvannasundi og forkvinnuna í Demokratia fyri at varpa ljós á hesar spurningar. Botox, fillers og líknandi evni verða alsamt meira eftirspurd her á landi. Tað er niðurstøðan hjá Hjørdis Mohr, lækna, sum hevur egna klinikk, har hon gevur húðyngjandi viðgerðir til kvinnur og menn. Umframt kvinnur í 40 50 ára aldrinum, eru tað eisini yngri kvinnur, sum leita sær til Hjørdis Mohr, tí tær vilja hava størri varrar. Har haldi eg tað er umráðandi at vera serliga varin við, hvussu stórar varrar man vil hava, tí tað er ikki altíð so pent, sum man ímynda sær tað verður, sigur Hjørdis Mohr. Kvinnuhúsið fær nógv fleiri fráboðanir um harðskap í ár enn nakað annað ár. Higartil í ár eru komnar 648 fráboðanir, 116 fleiri enn alt árið í fjør. Tað skal vera eitt øki, har fólk búgva og virka, ljóðaði boðskapurin frá komandi formanninum í byggi og býarskipanarnevndini hjá Tórshavnar Kommunu í Degi og Viku í gjárkvøldi 31. mars í 2017 bað Rigmor Dam, táverandi landsstýriskvinna í mentamálum, øll, sum høvdu áhuga og hugflog, um at senda sær uppskot um, hvat bygningarnir í Hoydølum skuldu brúkast til, eftir at gamli Studentaskúlin og HF Skeiðið flutti í Marknagil. Almenna bústaðarfelagið Bústaðir fekk tá arkitekta fyritøkuna Zeta at gera uppskot um eina heildarætlan fyri Hoydalar, sum bæði tekur atlit til náttúruna og brúkar verandi bygningar. Í uppskotinum til Mentamálaráðið skrivar Bústaðir, at tey kunnu fíggja íbúðarpartin fult út. Tað eydnaðist tó ikki Bústøðum at sannføra landsstýriskvinnuna. Í juli 2018 gjørdi Rigmor Dam av, at Tjóðsavnið og LISA, tað er Listafólkasamband Føroya, skuldu flyta inn í Hoydalar. Nú politiskt ynski er at brúka økið í Hoydølum til bústaðir, barnagarð og annað, almannagagnligt virksemi, er Bústaðir til reiðar. Í dag 25. november er altjóða dagur móti harðskapi móti kvinnum. Men tað eru ikki vøkur tøl, ið Kvinnuhúsið í Havn leggur á borðið í samband við dagin. Higartil í ár eru komnar 648 fráboðanir, 116 fleiri enn alt árið í fjør. Vit tosa við Ann Britt Fríðheim Mortensen, leiðara í Kvinnuhúsinum. Meðan flestu kommunur stríðast fyri størri kvinnuumboða í politikki, so er øðrvísi í Hvannasunds Kommunu. Vit royna at finna útav, hví kvinnurnar hava stýrt Hvannasunds í meira enn eitt áratíggju. Alsamt fleiri føroyingar fáa húðyngjandi viðgerðir og viðgerðir, sum broyta skapið á andliti og kroppi. Botox, fillers og líknandi evni verða løgd inn undir húðina. Vit tosa við Hjørdis Mohr, lækna, ið hevur egna klinikk, har hon veitir kvinnum og monnum vakurleikaviðgerðir. Nýtt lív er kyknað í kjakið um gomlu bygningarnar í náttúruvøkru Hoydølum. Vit taka samanum málið og tosa við Andras Róin, stjóra í Bústøðum, sum í 2017 lat Mentamálaráðnum uppskot um heildarætlan fyri økið. Tað fer at kosta 630.000 krónur at byggja rampur til Erlu Kongsdóttur í Nólsoy og í Havn. Býráðið í Havn skal í hvussu so er taka støðu til rampurnar í kvøld. Í skránni fyri býráðsfundin stendur, at arbeiðið at gera báðar rampurnar kann gerast fyri 630.000 krónur. Har stendur eisini, at rampurnar vera 10 metrar langar. Í Nólsoy er rampan staðsett í norðara enda á bryggjuni úti á Klivum, og í Havn er rampan staðsett sunnan fyri rampuna, sum Ternan brúkar. Tað er ein avbjóðing, at rampan hjá Erlu Kongsdóttur er so stutt. Um rampan, tá flóð er, er langt oman fyri bryggjuna, røkkur hon ikki niður á bryggjuna. Viðrar, og gongur annars alt væl, kunnu rampurnar takast í brúk beint fyri jól. Pengarnir, 630.000 krónur, verða tiknar av kontu hjá Tórshavnar havn. John Kerry, fyrrverandi uttanríkisráðharri í USA, skal vera serligur veðurlagsráðgevi hjá Joe Biden. John Kerry var amerikanskur uttanríkisráðharri frá 2013 til 2017 í seinnu stjórnini hjá Barack Obama. Sambært toyminum hjá Joe Biden vísir setanin av John Kerry, at Biden sær veðurlagsbroytingarnar sum eitt sera átrokandi, trygdarpolitiskt mál. John Kerry hevur eisini verið sera atfinningarsamur móti Donald Trump fyri at taka USA úr París sáttmálanum, sum skal fáa londini at minka um útlátið av vakstrarhúsgassum. Eygleiðarar siga, at John Kerry ikki er so víðgongdur tá tað kemur til veðurlagslóggávu, og harvið hevur bestan møguleika fyri at finna semjur við republikanararar í senatinum. Republikanski flokkurin hevur meirilutan í senatinum, og tí verður hetta helst ein av høvuðsuppgávum hansara, skrivar The Guardian. Tað siga LISA og Føroya tónleikarafelag í brævi til Fíggjarnevndina hjá løgtinginum, sum heitti á tey um at skriva um koronuhjálp til listaøkið. Tilmælið er, at kveikingarpakkin verður skipaður sum verkætlanarstuðul, sum tryggjar, at yrkislistafólkini fáa umstøður at halda fram at arbeiða í hesi krepputíð. Avlýstir tónleikafestivalar fingu slakar tvær miliónir krónur úr hjálparpakka trý, sum var ætlaður listafólki. Lógin um hann fór úr gildi 31. august. Listafólk fingu slakar 470.000 krónur, almannagagnlig tiltøk slaka 1,5 milliónir krónur og góðar 300.000 krónur vórðu latnar til leiguinntøkur. 21 listafólk søktu um stuðul. Men øll fingu ikki pengar. Ein umsókn bleiv til dømis avvíst, tí talan var um vinnufelag og ikki listafólk. Umsóknin hjá KOKS um byggiloyvi í Fossdali á Velbastað er í skránni fyri býráðsfundin í Havn í kvøld. Men áðrenn byggiloyvi kann latast, má serstaka byggisamtyktin fyri Fossdalsgjógv broytast. Umsitingin og Byggi og býarskipanarnevndin hjá býráðnum mæla til at broyta byggisamtyktina. Men treytin er, at avvarðandi myndugleikar geva loyvi. Búnaðarstovan mælti fyrst frá at umskipa lendið undir Syðradalsvegnum norðan fyri Fossdalsgjógv til aðra nýtslu enn landbúnað. Umsókn er um byggiloyvi til ein køst í Fossdali, har sum KOKS hevur søkt um byggiloyvi. 9. september í ár gav Búnaðarstovuni tó tilsøgn um, at Búnaðarstovan er sinnað at avhenda økið til annað endamálið enn landbúnað, um so er, at byggisamtyktin verður broytt. Búnaðarstovan vísir á, at tá umsókn um at keypa lendið kemur, verður hon send til hoyringar hjá festaranum á staðnum, sum eisini hevur møguleika at kæra eina avgerð hjá Búnaðarstovuni um sølu til landbúnaðarstevnu. Í gjár vórðu skrásett 2.400 koronuandlát í USA. Tað er tað mesta í eitt samdøgur síðani í mai í ár, skrivar tíðindastovan hjá AFP. Yvirlit frá Johns Hopkins universitetinum vísir, at tilsamans 2.439 fólk doyðu av koronu. Tilsamans eru 262.080 amerikanarar deyðir av COVID 19. Samstundis vóru skrásettir 200.000 nýggir tilburðir. Í dag er thanksgiving í USA, ein høgtíð, har familjur ferðast langa leið fyri at vera saman. Serfrøðingar óttast smittuspjaðing, tí eitt nú ferðslan á flogvøllum veksur. Amerikanskir myndugleikar mæla fólki frá at ferðast í sambandi við høgtíðina. Trump skrivaði í gjárkvøldið á Twitter, at tað er ein stórur heiður náða mannin, sum í síni tíð varð koyrdur úr starvi í Hvítu Húsunum, tí hann hevði logið fyri varaforsetanum og fyri FBI. Men seinni tók Flynn aftur tað, sum hann hevði játtað at hava gjørt, tí FBI hevði brotið vanligar mannagongdir undir kanningararbeiðnum, millum annað var eingin verji hjástaddur, tá hann varð avhoyrdur í 2017. Flynn hevur játtað seg sekan í lygnunum tvær ferðir. Tað broytir ikki sannleikan, at Trump náðar hann, sama hvussu Trump og hansara sameindu royna at geva okkum ta fatan, sigur Schiff. Hann er ósekur maður, og fólk hjá FBI, sum avhoyrdu Flynn, hildu ikki, at hann leyg. Fleiri kanningar prógva, at Flynn var offur fyri politiskari roynd hjá almennum starvsfólkum at sáa iva um valúrslitið í 2016, sigur McEnany. Aftari bilurin fekk stóran skaða. Pláturnar vórðu tiknar av honum. Fremri bilurin, sum var størri enn tann aftari, fekk ikki nevnaverdan skaða, upplýsir politiið. Tað er hugsanin hjá Helgu Djurhuus, sum er júst er farin undir eina heldur øðrvísi verkætlan. Ein verkætlan har fosturtøka verður brúkt sum íblástur til list. Helga Djurhuus lesur grafiskt design á Kongalig Akademinum í Keypmannahavn. Í sambandi við endaligu uppgávuna á skúlanum ætlar Helga Djurhuus at gera eina listarliga verkætlan um fosturtøku, og tí leitar hon eftir upplivingum hjá kvinnum, sum hava upplivingar við fosturtøku. Mann kann gera list burtur úr øllum. Fyri meg eru tað serliga evni, sum hava við stigmatisering og tabuisering at gera, ið eg haldi eru áhugaverd at arbeiða við, sigur Helga Djurhuus, sum eitt nú hevur gjørt eina ritgerð, har hon visualiseraði sálarsjúkuna bipolar. Eisini hevur hon nýliga gjørt eina plakat fyri Kvinnuhúsið. Eg hugsi at gera eina framsýning, til dømis okkurt slag av installasjón, har mann kann uppliva søgurnar frá føroyskum kvinnum, sigur Helga Djurhuus. Hósdagur, 26. november. Gestir Harriet Olafsdóttir Av Gørðum Trygvi Danielsen og Pætur Marjunarson Dahl Oddbjørn Joensen Martin Høgfeldt Olsen og Sunnvá Dahl Rasmussen Gunnar Nattestad Í fjarritinum, sum kinesiskir miðlar endurgeva burturúr, leggur Xi Jinping dent á, at USA og Kina mugu sleppa undan ósemju og samanbresti, og heldur virða hvønn annan, skrivar NTB. Forsetin í Meksiko, Andres Manuel Lopez Obrador, sigur, at tað hevur ongan skund at ynskja komandi forsetanum í USA til lukku við valinum. Mánakvøldið fekk Joe Biden formliga boðini frá amerikanska stovninum, General Services Administration, um, at hann fyrireika seg at taka við forsetaembætinum. Tað merkir millum annað, at Biden og hansara fólk fáa pening og høli frá myndugleikunum, meðan tey fyrireika seg til at taka við valdinum 20. januar. Donald Trump, forseti, skrivaði á Twitter, at hann hevur góðtikið góðkenningina, men váttaði samstundis, at hann fer at halda fram at stríðast fyri síni søk. Skal normeringin á dagsstovnaøkinum í Tórshavnar kommuna gerast tann sama sum minimumsnormeringin í Danmark í 2025, kostar hon kommununi 36 milliónir krónur afturat játtanini til dagsstovnarnar. Normeringin hjá Tórshavnar kommunu í vøggustovu og barnagarðsstovu kann samanberast við tær hjá donskum kommunum, áðrenn minimumsnormeringin er gjørd. Mentamálanevndin og Fíggjarnevndin hjá býráðnum mæla til breiða politiska semju um at hækka normeringarnar so líðandi næstu árini og heita á landsstýrið um at raðfesta námsfrøðingaútbúgvingina til dagstovnaøkið. Heldur eingin koronusmittutilburður varð staðfestur í gjár. Í gjár vórðu 419 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Hvat merkir tað at forða fyri, at okkurt IKKI hendir, og enda sagnorð altíð við a, um at stendur frammanfyri, eru tveir aðrir spurningar í hesari sendingini. At forða fyri, at okkurt ikki hendir, merkir í grundini tað øvugta, og sagnorð enda ikki altíð við a, fyri tað um at stendur frammanfyri. Sjúrðarkvæðini eru øgiliga góðar og dramatiskar søgur, og tey eru áhugaverd, tí har eru so nógvar kvinnur við, sum hava rímiliga stóran leiklut. Orðingin Kenn mær einki um sipar til eina reglu í Brynhildartátti, har Sjúrður sigur seg ikki hava skyldina fyri, at hann sveik Brynhild. Og tað lýsir væl ta sannroynd, at tað eru kvinnurnar, sum sambært frásøgnini eru atvoldin til alskyns ólukkur í Sjúrðakvæðunum. Kvinnurnar eru vakrar, svikafullar, hevnisamar og falskar. Tær eru tølandi, harðhjartaðar og duga gand. Menninir hinvegin eru raskir, sterkir og virkisfúsir kappar. Teir gera ongantíð órætt og um teir gera tað, hava kvinnurnar skyldina. Tá eg sá yvirskriftina í Dimmalætting herfyri, sum segði, at Býarkongurin feldi ísdrotningina , fóru tankarnir hjá mær beint aftur í kvæðini. Hetta er sami retorikkur. Kvinnur, sum hava vald, eru kaldar, sigur Brynhild Kamban. Semja var um at halda tilmælið hjá ICES um mestu loyvdu veiðu í 2021. Men semja var ikki um, hvussu makrelurin skal býtast millum londini. Tilmælið hjá ICES fyri 2021 er góð 850.000 tons, átta prosent minni enn tilmælið var fyri 2020. Makrelsemjan, sum Føroyar, ES og Noreg gjørdu í 2014, fer úr gildi á nýggjárinum. Avgerandi fyri Føroyar er, at Føroyar sleppa í bretskan sjógv at fiska makrel. Bretland fer úr ES á nýggjárinum, men eingin avtala er gjørd millum partarnar enn. Á fundinum í gjár varð avtalað, at Føroyar hava formansskapin í makrelsamráðingunum næsta ár. Næsti fundurin um makrel verður í januar 2021. Tað er metingin hjá Teiti Samuelsen, stjóra í partafelagnum Eystur og Sandoyartunlum, nú arbeiðnum í Eysturoyartunlinum líður so mikið væl, at ætlanin er at lata upp fyri ferðslu fyri jól. Fyrsta skotið varð latið av á Strondum 21. februar 2017. Fyrsta skotið á Hvítanesi varð latið av 27. apríl í 2017. Miðað verður eftir at lata tunnilin upp leygardagin 19. desember. Sostatt hevur tað tikið minni enn fýra ár at gera Eysturoyartunnilin. Enn er nakað av asfaltarbeiði eftir at gera, og trygdarútgerðin skal eisini roynast. Ætlanin er at hava trygdarvenjingina, har millum annað politi og sløkkilið vera við, í tunlinum 17. desember. Henda venjingin verður avgerandi fyri, um tunnilin letur upp fyri ferðslu fyri jól. Tróndur Patursson, listamaður, hevur gjørt eitt listaverk, sum skal setast upp í rundkoyringini í tunlinum. Hann fyrireikar í løtuni at seta listaverkið upp, og hann væntar at verða liðugur um nakrar dagar, so tað ikki verður jólatrøll, sum hann tekur til. Eysturoyartunnilin er 11,2 kilometrar langur, og tunnilsfelagið væntar, at millum 5.000 og 6.000 bilar fara at koyra í tunlinum um samdøgrið. Partafelagið Eystur og Sandoyartunlar hava lænt tilsamans tvær milliardir og 640 milliónir krónur til báðar tunlarnar. Landskassin setur tilsamans 400 milliónir krónur í verkætlanina. Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, ætlar at seta eina serfrøðingabólk at gera eina frágreiðing um møguleikarnar fyri havbiti hjá laksi. Heilsufrøðiliga starvsstovan, Fiskaaling og Umhvørvisstovan skulu manna bólkin, og frágreiðingin kann eisini fevna um skeljaaling í Føroyum. Helgi Abrahamsen sigur, at tað eru avbjóðingar at sleppa nógv laksasmolt út í náttúruna, við tí endamáli at fiska laksin aftur. Spurningurin er, um tað yvirhøvur loysir seg búskaparliga, og avbjóðingar eru eisini, tá ið ræður um náttúruvernd og lívfrøðiligt margfeldi. Tá alilógin varð broytt, varð latið upp fyri møguleikanum, at sjálvstøðugt loyvi kann latast til at ala tvískeljar á føroyskum firðum. Í fyrstu syftu varð latið upp fyri at bjóða aliloyvi til skeljar út á Gøtuvík, Funningsfirði, Skálafjørðinum og Kaldbaksfirði. Enn er tó einki aliloyvi til tvískeljar lýst leyst. Heilsufrøðiliga starvsstovan sigur, at tvískeljar eru at rokna sum matvøra í serligum vandabólki, tí tær fáa føði við at síla mat úr umhvørvinum. Tað hevur við sær, at kemisk og mikrobiologisk dálking kann hópa seg í tvískeljum, sum kunnu vera vandamiklar at eta. Skulu tvískeljar seljast og flytast út, er neyðugt við grundleggjandi kanningum av aliøkjunum yvir eitt áramál. Tann fyrsta kanningin kostar umleið 300.000 krónur, og síðani kostar ein slík kanning 100.000 krónur sætta hvørt ár. Helgi Abrahamsen sigur, at tað er torført at ímynda sær, at til dømis ein nýggjur kræklingaalari kann fáa virksemi at bera seg, um alarin sjálvur skal gjalda 300.000 krónur fyri at fáa aliøkið góðkent, umframt at gjalda tíggjutals túsund krónur fyri aðrar kanningar. Landsstýrismaðurin í vinnumálum ætlar tí í fyrsta umfari at viðgera spurningin við Fiskaaling um at gera grundleggjandi kanning av einum møguligum skeljaøki, sigur hann í svarinum til Johan Dahl. Endurspeglar almenna frágreiðingin veruliga hendingina, tá italska ferðamannaskipið Costa Concordia sigldi á oynna Giglio út fyri italsku vesturstrondina í 2008 Spurningurin var ein av orsøkunum til, at Den Maritime Haverikommission, har Øssur J. Hilduberg er kanningarleiðari, valdi at hyggja nærri at vanlukkuni. Tað var 13 Januar 2012 klokkan 21 45, at italska ferðamannaskipið Costa Concordia rendi á land á oynna Giglio út fyri italsku vesturstrondini. Umborð á ferðamannaskipinum hetta kvøldið vóru 3.206 ferðafólk, meðan manningin taldi 1.023. Í alt 4.229 fólk. Fyri tey flestu spældi tað kortini væl av, men fyri 32 fólk gjørdist hetta síðstu túrurin her á fold. Handtikin Italska løgreglan handtók skiparan Francesco Schettino eftir vanlukkuna, og 11. februar 2015, gott og væl trý ár eftir vanlukkuna, bleiv hann dømdur 16 ár fongsulsdóm. 10 ár fyri óviljað manndráp, fimm ár fyri skipbrot og eitt ár fyri at hava rýmt av skipinum áðrenn ferðafólkini. Men var tað øll søgan Øssur J. Hilduberg, sum er kanningarleiðari hjá Den Maritime Haverikommission, hevur verið í Italia, har hann hitti Francesco Schettino fyri at fáa fullu søguna. Og hann er avgjørdur. Tað er mangan stórur munur millum veruleikan og almennar frágreiðingar um vanlukkur, sigur Øssur J. Hilduberg Í morgun helt hann fyrilestur til tiltakið Sjóvinnuforum 2020 um arbeiðið, og nýttu vit høvi at hitta hann til eina samrøðu um hetta sama evni. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna, hevur slept ætlanini, sum undanfarna samgonga hevði um at byggja nýtt barnaheim. Arbeiðsbólkurin, sum skal endurskoða reglurnar fyri smærri orkuverk, verður ikki liðugur fyrr enn um eitt hálvt ár, sigur stjórin á Umhvørvisstovuni. Í arbeiðsbólkinum, sum skal endurskoða reglurnar, sita umboð fyri Umhvørvisstovuna, SEV og donsku ráðgevarafyritøkuna Dansk Energi. Koppingarevnið móti korona er á gáttini. Á tíðindafundi í síðstu viku boðaði Ursula von der Leyen, forkvinna í ES kommissiónini, frá, at koppingarevnini eru klár at senda á marknaðin hálvan desember. Í vikuni var ársfundur í IATA, sum er altjóða felagsskapurin hjá flogvinnuni. Ársfundurin staðfesti, at árið í ár verður ein fíggjarlig vanlukka fyri flogvinnu sum heild. Afturgongdin í ferðafólkatalinum er góð 60 prosent. Og flogfeløgini koma samanlagt at missa eini 750 milliardir krónur í inntøku í ár. Útlitini fyri næsta ár eru eisini døpur, hóast tey eru frægari enn støðan í ár. Sambært IATA koma altjóða flogfeløgini at missa okkurt um 250 milliardir krónur næsta ár. Ársfundurin umrøddi eisini eitt nýtt, sonevnt travel pass . Talan er um eitt talgild heilsu pass, sum kann metir IATA gerast lykilin til at lata landamørkini uppaftur á tryggan hátt. Í dag eru landamørkini stongd. Korona testirnar eru fyrsti lykilin til at loyva altjóða flogferðslu uttan sóttarhald. Næsti lykilin er eitt altjóða informatións undirstøðukervi, sum er neyðugt fyri at kunna stýra, deila og góðkenna test úrslit hjá teimum ferðandi, soleiðis at tey lúka krøvini við landamørkini. Og tað er her, at IATA Travel Pass kemur inn í myndina, sigur Alexandre de Juniac. Talan er um eitt altjóða yvirlit yvir krøvini frá heilsumyndugleikunum, soleiðis at ferðandi lætt kunnu finna neyvar upplýsingar um krøv til ferðing, test og koppseting. Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflog Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands og Pál Weihe, yvirlækni og professari í fólkaheilsu, eru í útvarpsstovuni. Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra tey. Koppingarevni móti korona er á gáttini. Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflog, Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands og Pál Weihe, yvirlækni og professari í fólkaheilsu, eru í útvarpsstovuni. Vit spyrja Rannvá Ragnarsdóttir, Brúkaraumboð, um góð ráð, hvussu vit stýra millum garrvillu tilboðini hjá fryntligu handilsfólkunum á Black Friday. 13 Januar 2012 klokkan 21 45 rendi italska ferðamannaskipið Costa Concordia á oynna Giglio út fyri italsku vesturstrondini. Umborð vóru 4.229 fólk, 32 teirra lótu lív. Øssur J. Hilduberg, kanningarleiðari hjá Den Maritime Haverikommission, var í 2014 í Italia, har hann hitti Francesco Schettino í eini roynd at staðfesta, hvat ikki kom fram í almennu frásøgnini um hendingina. Vit hittu hann fyrrapartin, tá hann helt fyrilestur til tiltakið Sjóvinnuforum 2020. Sinnisbati hevur í dag verið á fundi við landsstýriskvinnuna í almannamálum, millum annað um støðuna hjá ungum, sum stríðast við sálarligar avbjóðnigar. Vit hittu Lauru Apol, forkvinnu, eftir fundin. Landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, setti 2 milliónir krónur av á fíggjarlógini til nýggj endurvenjingartilboð í 2020, og arbeiðir eisini fyri at fáa játtan til endamálið í næsta ár, soleiðis at enn fleiri endurvenjingartilboð kunnu verða ment innan sjúkrahúsverkið. Strandalandasamráðingar vóru í gjár millum Føroyar, ES og Noreg, um at býta makrelin fyri næsta ár. Men tað eydnaðist ikki at finna semju á hesum fundinum. Leygarkvøldið klokkan 18.50 vísa vit fyrru hálvfinaluna ímillum B36 og Víking, og sunnudagin klokkan 14.50 er seinna halvfinala ímillum HB og NSÍ á skránni. Landsstýrismaðurin í mentamálum boðaði í Degi og Viku týskvøldið frá, at møguliga verður ein semja um eitt makaskifti funnin longu í januar. Stjórin í Bústøðum segði í Breddanum í gjár, tey eru klár at fara at byggja íbúðir í Hoydølum, um tey fáa neyðugu lániheimildirnar frá løgtinginum. Tey hava longu eina verkælan frá 2017 klára, sum bara skal tillagast eitt sindur, so hon samsvarar við ynskini hjá nýggja býráðnum, segði stjórin í Bústøðum. Stórin í Zeta arkitektum greiðir frá um verkætlanina í sjónvarpsstovuni. Tá Føroyar á sumri 1988 loksins fáa FIFA limaskapin váttaðan, er eitt fimtan ára langt stríð vunnið. Men nú kyknar upp annað innanhýsis stríð um limaskapin. Brátt sæst, at verri enn so øll halda, at Føroyar skulu fara upp í altjóða fótbólt. Meirilutin tykist at halda, at vit eiga fyri fyrst at vera hvílandi limir. Eingin føroyskur venjari er heldur fúsur at stjórna landsliðnum í einari EM kapping. Men ein íslendingur er til dystin fús. Sama eru spælararnir. Byrjanin við nýggjum venjara er góð, og sannførandi avrikið á oyggjaleikunum í Føroyum á sumri 1989 gevur mongum áræði at seta sær hægri mál. Men tá UEFA á heysti 1989 sendir FSF innbjóðing til EM undankappingina, mælir aðalfundurin starvsnevndini til ikki at taka av. Men starvsnevndin gongur ímóti tilmælinum frá aðalfundinum, og meldar Føroyar upp í EM undankappingina fyri A landslið. Summi øtast og geva ilt av sær, og skíra avgerðina at vera skammleysa hugmóð. Nú byrja drúgvu fyrireikingarnar hjá Páll Guðlaugsson, venjara, og hansara spælarum til møtimiklu avbjóðingina um heystið 1990, tá tveir teir fyrstu dystirnir í undankappingini skulu spælast móti Eysturríki í Landskrona 12. september, og 10. oktober í Ítróttarparkini í Keypmannahavn móti Danmark. Lagt til rættis Suni Merkistein Fotografur og klippari Jónfinn Stenberg Fornt er jólagávan til føroysk børn. Vit fara at hoyra um spennandi útvarpsleikin, sum eitur Fornt. Í átjan pørtum fara vit, hvønn gerandismorgun í desember at hoyra um Eira, um telduspælið Fornt og mong onnur, sum eru í leikinum. Elin á Rógvi hevur skrivað og Høgni Fagraberg ger ljóðmyndina. Tey fara at greiða frá. 9.september í ár gav Búnaðarstovan tó tilsøgn um, at Búnaðarstovan er sinnað at avhenda økið til annað endamál enn landbúnað, um so er, at byggisamtyktin verður broytt. Búnaðarstovan vísir á, at tá umsókn um at keypa lendið kemur, verður hon send til hoyringar hjá festaranum á staðnum, sum eisini hevur møguleika at kæra eina avgerð hjá Búnaðarstovuni um sølu til landbúnaðarstevnu. Fíggjarætlanin hjá Tórshavnar kommuna fyri 2021 er endaliga samtykt. Inntøkurnar næsta ár eru mettar at verða ein milliard og 94 milliónir krónur. Hetta eru 2,6 prosent meira enn í ár. Raksturin er mettur at kosta 876 milliónir, 5,8 prosent meira enn í ár. Lønarvøkstur er knappliga helvtin, 2,4 prosent. Nakrar ásetingar í lógini eru ikki tíðarhóskandi og samsvara ikki við galdandi mannagongdir og, hvussu tolllógin verður umsitin nú. Handilssáttmálin millum Føroyar og ES er broyttur, so seyðakjøt og geitakjøt úr ES í avmarkaðum nøgdum kann innflytast tollfrítt til Føroya. Lodnan er stór, men avgerandi er, um hon er kynsbúgvin. Er hon tað, eru hetta stórtíðindi, sigur Birkir Bárðarson, fiskifrøðingur, við miðilin Fiskifr ttir. Føroyar hava loyvi til at fiska fimm prosent av íslendsku lodnukvotuni, tó í mesta lagi 30.000 tons. Men eingin lodnukvota hevur verið seinastu árini, tí lodnan er horvin. Nú tykist hon tó vera komin aftur. Hon kemur norðaneftir móti Íslandi. Trolarar, sum fiska við Ísland, hava eisini boðað frá lodnu. Barnafrádrátturin verður framvegis 8.000 krónur. Fíggjarætlanin hjá Runavíkar kommunu fyri 2021 javnvigar við 236 milliónum krónum. Raksturin næsta ár fer at kosta 167,7 milliónir krónur, 3,9 prosent meira enn í ár. Íløgur skulu gerast fyri 56,5 milliónir krónur 1,3 milliónir krónur eru settar av til seinastu sneiðingina av fyrireikingini til ætlaðu svimjihøllina í Runavík, so hon kann bjóðast út á vári 2021. Ein meiriluti í Mentamálanevndini, Gunvør Balle, Marin Katrina Frýdal og Jákup Dam, vil ikki geva ListGrafo innivist í evningarstovuni í Finsen, tí kommunan hevur gjørt leiguavtalu við Havnar telvingarfelag um sama høli. Minnilutin í nevndini, Halla Samuelsen og Heðin Mortensen, mælti býráðnum til at geva ListGrafo innivist í evningarstovuni í Finsen. Men á býráðsfundinum í gjár kom Heðin Mortensen við uppskoti um at beina málið aftur í Mentamálanevndina. Tað varð einmælt samtykt. Nú kann skjøtil setast á verkætlanina at byggja eitt Ovasavn í Nólsoy. Vit hava leingi arbeitt við verkætlanini, so nú eru vit spent at koma í gongd. Tað sigur Guðrun Sundar Hansen, sum er í stuðulsnevndini. Morgunsendingin fekk orðið á Guðruna í morgun. Hoyr hana greiða frá. Ein maður í 50 unum skal í grundlógaravhoyring í dag fyri at hava verið inni í íbúðini hjá einum løgreglufólki og hevur hótt viðkomandi við knívi. Hetta hendi seinnapartin í gjár. Maðurin rýmdi frá staðnum, áðrenn løgreglan kom, men hann varð handtikin seint í gjárkvøldið. Løgreglan fer at krevja mannin varðhaldsfonglsaðan í nakrar vikur, so at hann ikki kann ávirka kanningararbeiðið, sletta slóðir og ávirka vitni. Eisini tí at vandi kann verða fyri, at maðurin fremur álop aftur, sigur Heri Andreassen, leiðari á kanningardeildini hjá løgregluni. Grátur vit gráta, tá ið vit verða ávirkaði kensluliga. Men tað er ymiskt hjá okkum menniskjum, hvussu lætt kenslurnar fara avstað við okkum. Tað er ein sannroynd, at yvirskipað fella kvinnur fleiri tár enn menn. Í miðal gráta tilkomnir menn 0 1 ferð um mánaðin, ímeðan kvinnur gráta 4 5 ferðir um mánaðin. Tað staðfestir kanning gjørd á Tilburg University í Hollandi. Men so ymisk sum kynini eru, so ymiskir eru menn eisini. Summir hava lættari at fella tár enn aðrir. Men vit síggja alsamt oftari menn gráta, tá teir eitt nú eru til fótbóltsdystir, tá ið teir úttala seg í miðlunum og so framvegis. Fríggjadagurin, 27. november. Gestir Jegvan Bæk Hendrik Old Gunnar Hjelm Bergtórur Hjelm Bjarkhamar Guðrun Sundar Hansen Kim Hansen, Laila Carlsen og Malan Eyðunsdóttir Sigrun Jóansdóttir Bisp hevur sjúkuna Cystiska fibrosu. Hetta er arvalig sjúka, sum ávirkar millum annað sodningarleið og lungu. Megin í lungunum viknaði, so Sigrun varð skrivað á listan at fáa nýggj lungu. Og tað eydnaðist, men tíðin varð stokkut, so havnaði likamið lunguni. Men í ár fekk Sigrun so aftur nýggj lungu og nú kann hon anda frítt. Tablettirnar, sum vórðu funnar í skúlagarðinum í Sandoyar Meginskúla vóru sjóverkstablettir. Tað vísur kanning, sum Rættar evnafrøðiligi stovnurin í Danmark hevur gjørt. Heri Andreasen, leiðari á kanningardeildini hjá løgregluni í Føroyum, sigur, at tablettirnar vórðu fyrst kannaðar í Føroyum. Molar av eini tablett vórðu blandaðir við eini vætu. Vætan broytir so lit alt eftir, hvat er í. Og sambært úrslitinum var talan um extacy. Men henda kanning er bert vegleiðandi, og tí vórðu tablettirnar sendar til rættar evnafrøðiliga stovnin í Danmark. Ætlanin er, at farast skal undir byggingina í vár. Heimið skal vera klárt at flyta í seinast í 2022, sigur Almannamálaráðið. Verkætlanin varð boðin út í fjør. Men tilboðini vóru nógv størri enn kostnaðarmetingin, so landsstýriskvinnan í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, gjørdi av einki tilboð at taka. Tað er niðurstøðan í nýggjari frágreiðing hjá Amnesty International, sum lýsir ivasom arbeiðsviðurskifti hjá starvsfólkum hjá Amazon í Fraklandi, Póllandi, Stóra Bretlandi og í USA. Ei heldur virðir Amazon tryggari arbeiðsviðurskifti og sjúkrapengar, meðan korona herjar, og tað hevur elvt til økt arbeiðstrýst og gjørt tað vandamiklari hjá starvsfólkum at arbeiða. Meðan korona hevur herjað, hava starvsfólk hjá Amazon sett sína heilsu í vanda fyri at tryggja, at týdningarmiklar vørur verða latnar við okkara dyr, og tað hevur givið Amazon eitt metstórt yvirkot. Í tí sambandi er tað skelkandi, at Amazon hevur arbeitt ímóti starvsfólkum, sum royna at skipa seg. Sum eitt av valdsmiklastu fyritøkum í heiminum, átti Amazon at vita betri, sigur Barbora Cernusaková, sum er granskari og ráðgevi hjá Amnesty. Sambært Amnesty hevur felagsskapurin í september skrivað til Amazon og biðið fyritøkuna um at svara ákærunum í frágreiðingini. 12. oktober kom skrivligt svar frá Amazon, sum tó svarar uttan um spurningarnar, sambært Amnesty. Týska samveldistingið samtykti í gjár at banna plastposar. Bannið fevnir um sølu og útbreiðslu av einnýtisposum úr plasti í týskum handlum, og tað kemur í gildi 1. januar 2022. Týski umhvørvismálaráðharrin, Svenja Schulze, sigur, at plastposin er tekin um oyðsl við náttúrutilfeinginum. Hon mælir fólki til at brúka toy posar. Bannið fevnir tó ikki um lítlu tunnu plastposarnar, sum ofta síggjast í grønmetis og blómudeildini í handlum. Andstøðan í týska samveldistinginum heldur lítið um bannið. Tinglimir fyri Grøna flokkin og flokkurin á vinstravonginum, Die Linke, siga, at hetta er óbrúkiligur fjøður í hattin hjá stjórnini. Tinglimir í flokkunum í andstøðuni á høgravonginum, AFD og FDP, atkvøddu eisini ímóti banninum og søgdu, at tað er órættvíst tiltak móti marknaðinum tí tað er eingin veruligur bati fyri umhvørvið. Vrakið av ferðamannaskipinum Estoniu skal kannast av nýggjum. Tað hevur svenska skaðanevndin avgjørt, sigur Jonas Backstrand, leiðari í svensku skaðanevndini, við Sveriges Radio. Kanningarnar skulu millum annað staðfesta, hvaðani eitt hol í skrokkinum á Estoniu kom. Í heyst vísti ein dokumentarfilmur, at eitt hol var í skrokkinum á Estoniu. Svensku og estisku skaðanevndirnar hava nú sæð allar filmsupptøkurnar, sum vórðu gjørdar í samband við dokumentarin. Útfrá hesum hava tær nú avgjørt, at neyðugt er at kanna skipið av nýggjum. Altjóða skaðanevndin, sum upprunaliga kannaði vanlukkuna, kom fram til, at høvuðsorsøkin til, at Estonia sakk var, at eitt bógportur loysnaði. Frágreiðingin nevndi onki um nakað hol í skrokkinum. Estonia sakk náttina millum 27. og 28. september í 1994, og 852 fólk druknaðu. Bara 137 fólk sluppu frá hendingini við lívinum, og vanlukkan er mett sum ógvusligasta skipsvanlukkan í nýggjari tíð. Maðurin skal hava verið inni í íbúðini hjá einum løgreglufólki í Havn og hótt viðkomandi við knívi. Hetta hendi seinnapartin í gjár. Ákæruvaldið kravdi mannin varðhaldsfonglsaðan, so at hann ikki kann ávirka kanningararbeiðið, koyra burtur slóðir og ávirka vitni, og tí at vandi kann verða fyri, at maðurin fremur álop aftur, sigur Heri Andreasen, leiðari á kanningardeildini hjá løgregluni. Eru bygdarmálunum lív lagað Lív Næs hevur skrivað MA ritgerð um málføri í Suðuroy. Hon heldur, at ein kollvelting skal til, um vit skulu varðveita dialektirnar í Føroyum. Upprunaliga var ætlanin bara at skriva eitt ummæli av nýggjari bók um Nólsoyar Páll, men so fekk hann ikki afturhald. Ummælið endaði sum ein heil bók við fyribilsheitinum Níggju tesur um Nólsoyar Páll og níggju søgufakligar meginreglur . Vit tosa við Hans Andriasi Sølvará, professara, sum hevur skrivað. Brennandi kærleiki fæst her, stóð á skeltinum í glugganum, og nógv eru tey, ið hava staðið og etið brennandi kærleika uttan fyri Náttarravnin í Havn á veg heim úr býnum. 10. oktober í ár var seinasti dagur, Jacqson hevði opið. Jacqson fer nú í søguna, og hølini eru seld til Angus Steakhouse. Vikuskiftissendingin prátaði við ein sorgbíðan Lindi Gardar, sum saman við foreldrunum hevur átt og rikið Jacqson seinastu seks árini. Staðið hevði góða undirtøku millum fólk í Klaksvík, og Lindi sigur, hann vónaði, at nýggju eigararnir fóru at halda fram við virkseminum hjá Jacqson. Men so verður ikki. Klaksvíkingar skulu nú venja seg við, at matstovan Angus Steakhouse fer at húsast í hølunum, har Jacqson helt til. Lindi Gardar fór í nýtt starv í januar í ár og gevst sostatt púra við at arbeiða í náttarlívinum í Klaksvík. Hoyr innslagið her. Í Vágsbotni er jólabýur settur upp eins og undanfarin ár, meðan jólamarknaður verður á Vaglinum. Vikuskiftissendingin var í miðbýnum í Havn og fregnaðist. Starvsfólk hja Visit Tórshavn, sum eru heimildarfólk hjá Vikuskiftissendingini, stákaðust í býnum. Súsanna Sondum og Anni Midjord gingu runt í Vágsbotni við hvør sínum hamara, meðan Beinta Joensen og Sonja Johannesen riggaðu til á Vaglinum. Tær høvdu úr at gera at fáa alt klárt til í morgin leygardag. Hoyr Súsonnu og Beintu greiða frá um tiltøkini um vikuskiftið. Í oktober í ár lat Jacqson í Klaksvík aftur, og hølini vórðu sett til sølu. SMS, sum eigur og rekur Angus Steakhouse, lá framvið og keypti hølini. Í mars næsta ár verður matstovan klár at lata dyrnar upp í hølunum, har Jacqson helt til. Vikuskiftissendingin var á gátt á kontórinum hjá SMS og prátaði við stjóran í SMS, Niels Mortensen. Guðrið Andorsdóttir er stjóri í ílegusavninum. Hon greiðir frá um Ættarbandsskránna, sum er partur av Talgildu Føroyum. Tað er Ílegusavnið, sum brúkar Ættarbandsskránna, meðan Tjóðskjalasavnið umsitur tænastuna. Hugvekjandi er, at í summum førum ber til at síggja ættarbond heilt aftur til 1100 talið. Guðrið greiðir í innslagnum frá, hvussu man ber seg at, um man skal melda seg til Ættarbandsskránna. Hesa ferð er nógv á skránni. Vit fara at hoppa sjógv, tosa við Barnabata og síggja hvørjir jólakalendarar vera í Kringvarpinum í desember. Vit vóru eisini framvið á bókadøgunum, umframt Petur sa borð og ja, sjálvandi Dagurin í dag. Tí undrast Marin Katrina Frýdal, núverandi forkvinna í byggi og býarskipanarnevndini í Tórshavanr Kommunu, á mongu ætlaninirnar, sum brádliga stinga seg upp í Hoydølum. Tórshavnar kommuna hevur í ár kent seg noydda at brúka fleiri milliónir fyri at keypa stykkir inn aftur fyri at betra um viðurskiftini og trivnaðin í økinum. Tað gongur serliga strúkandi hjá Javnaðarflokkinum, ið hevði fingið 28.2 prosent av at atkvøðunum og nóg mikið til 10 tingfólk. Tjóðveldi hevði fingið 18,6 prosent av atkvøðunum, nóg mikið til seks tingfólk og Framsókn hevði varðveitt síni tingfólk. Tað er serliga Fólkaflokkurin, sum gongur aftur. Við 21,3 prosentum av atkvøðunum er hann tó enn næststørsti flokkur, men sambært kanningini hevði hann mist 3,2 prosentstig, meðan Sambandsflokkurin stendur at kalla í stað. Nógv fólk hava verið í býnum í Havn í nátt. Løgreglan greiðir frá, at tað er í stóran mun tá skeinistøðini stongja, at tilmælini verða sjónliga brotin, tí nógv fólk savnast uttanfyri matstøð, sum eru opin um næturnar. Vakthavandi á løgreglustøðini greiðir frá í morgun, at tá roynir løgreglan at vera sjónlig á staðnum og siga við fólk, at nú eru ov nógv fólk savnað saman. Tríggjar ferðir í nátt eru bilførarar tiknir og skuldsettir fyri rúsdrekkakoyring. Ein varð tikin við Streymin, ein í Hoyvík og umleið klokkan fýra í nátt var eitt ferðsluóhapp Yviri við Strond, har ein bilførari fór á mótsattu koyribreyt og rendi frontalt saman við einum øðrum bili. Eini bilførarin í hesum óhappinum er eisini skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring, sigur løgreglan í morgun. Ein arbeiðsbólkur í heilsumálaráðnum hevur júst handað uppskotum, har millum annað mælt verður til at leggja munandi størri avgjøld á góðgæti, so at tað verður dýrari at keypa, og at prísurin á sodavatni og øðrum søtum drykkjum hækkar við 20 prosentum. Í uppskotinum frá arbeiðsbólkinum eru eisini uppskot um at seta vørugjøld á sodavatn og orkudrykkir, vatn við sitrónsýru, øll sløg av góðgøti, orku og proteindrykkir, keks, køkur og annan bakstur. Arbeiðsbólkurin sigur í frágreiðingini, at Heimsheilsustovnurin metur, at 20 prosent í avgjaldi á ósunnar vørur kann minka nýtsluna við líka nógvum prosentum. Ein íslendsk kanning vísur, at sonevnd prís toygging fyri leskidrykkir er eitt prosent, og tað merkir, at fyri hvørt prosent, sum prísurin hækkar, minkar nýtslan av sodavatni eitt prosent, skrivar Morgunblaðið. Tveir djúpvatnstrolarar er til fiskiskap. Teir royna vestanfyri eftir kongafiski. Viðvíkjandi partrolarum, so er sjey pør til fiskiskap. Fiskiskapurin er vánaligur um dagarnar. Allir trolbátarnir eru til fiskiskap. Fýra eru á skeivabanka og fýra eystan fyri, og allir royna eftir havtasku. Eitt garnaskip fiskar svartkalva. Fiskiskapurin er smáligur. Eitt fiskar havtasku og hevur tað brúkligan fiskiskap, skrivar Fiskamarknaðurin í meting fyri næstu viku. Uppgávan hjá bólkinum var at taka støði í verandi virksemi og skipan, og síðani gera tilmæli um møguligar broytingar, so stovnurin fer at hóska betri til tað samfelag og tann fyrisitingarbygnað, sum er í dag. Tað boðar Kærustovnurin frá í tíðindaskrivi. Sambært arbeiðsbólkinum eru 14 ítøkilig tilmæli. Eitt høvuðstilmæli er at flyta allar nevndirnar, sum Kærustovnurin í dag er skrivstova fyri, inn á sjálvan Kærustovnin. Hetta merkir, at Kærustovnurin frameftir sjálvur viðger kærumálini og tekur avgerðir sum sjálvstøðugur myndugleiki. Flestar avgerðir eru fyrisitingarrættarligar ella grundaðar á fyrisitingarrætt, har løgfrøðin er tann berandi parturin av viðgerðini. Henda servitan er á Kærustovninum, og tí kunnu løgfrøðingar á stovninum avgreiða flestu mál. Í teimum málum, har neyðugt er at fáa serkøna ráðgeving til dømis frá læknum ella byggikønum, ber til at hava eina skipan, har serkøn verða knýtt at stovninum sum ráðgevar at heita á, tá ið hetta verður mett neyðugt, stendur millum annað at lesa í álitinum. Eftir fakligari ráðgeving frá umsitingini í Tórshavnar Kommunu hevur býráðið tikið undir við at hækka normeringina, so at tað er eitt starvfólk til trý vøggustovubørn, eitt starvfólk til seks barnagarðsbørn, og eitt starvsfólk til níggju frítíðarskúlabørn. Hetta kostar í alt 36 milliónir krónur, og skal tann játtanin gevast yvir eitt áramál, sum enn ikki er ásett. Hendan normeringin leggur seg uppat tí, sum Pedagogfelagið hevur viðmælt. Tað hevur leingi verið funnist at lágu normeringini í Tórshavnar Kommunu, og ein teirra, sum fyri stuttum legði frá sær millum annað orsaka av lágu normeringini, er Maika Samuelsen, sum var leiðari á býlingshúsinum í Maritugøtu. Hennara royndir eru, at børnini verða strongd, tá ið tað eru ov fá vaksin um tey. Tað er stórur munur á tingsins vilja og viljanum hjá fólki í Føroyum um møguleikan hjá samkyndum at fáa somu rættindi til barsilspening sum onnur foreldur. Meirilutin av samgongan er ímóti uppskotinum hjá átta andstøðutinglimum, sum javnstillar øll í mun til barsilsskipanina, men ein spurnarkanning, sum spyr.fo hevur gjørt fyri portal.fo, vísir, at stórur meiriluti er fyri at javnstilla samkynd við onnur foreldur í barsilsskipanini. Heili 66,2 prosent eru fyri at javnstilla, meðan 23,5 prosent eru ímóti. Tað elvdi til hvassan orðadrátt millum tinglimir, tá uppskotið var fyri 17. nov. Serliga Johan Dahl, tinglimur fyri Sambandsflokkin, vakti ans, tá ið hann valdi at ganga egnar leiðir í stríð við samgonguleistin. Nú Eysturoyartunnilin letur upp, eru eisini góð tíðindi at frætta hjá teimum, sum ganga á miðnámsskúla í Vestmanna, men ikki hava nøktandi busssamband í dag. Tí hóast stjórin á Strandferðsluni, Hilmar Eliasen, segði fyrr í ár, at bussleiðin fór ikki at verða broytt fyrr enn í summar 2021, uttan so, at politiski myndugleikin kom við eykajáttan, so vil landsstýrismaðurin á økinum hava, at bussleiðirnar hjá Strandferðsluni verða tillagaðar beinanvegin Eysturoyartunnilin letur upp. Vestmanna eigur metið við 450 harum, nú bert 32 dagar eru eftir av harutíðini. Næst eftir Vestmanna er Miðvágur við 213 skotnum harum og á triðja plássið er Gásadalur við 198 skotnum harum. Vestmenningar hava eisini verið nógvar túrar í haganum eftir haru í ár. Sambært haran.fo hava vestmenningar verið nógv flest túrar, 19 í tali eftir harum. H71 hevur útsett ella avlýst allar dystir í dag, eftir at ein U16 leikari fekk staðfest koronu. Leikarin sjálvur hevði verið í sóttarhaldi í 10 dagar og varð testaður á 10. degi við negativum úrsliti. Leikarin hevði síðani tikið enn eina test á 14. degi, tí onkur nærhendis familjuni var sjúkur við krími, og hendan vísti seg at vera positiv. Vit hava send venjararnar hjá liðnum oman til Thetis, fyri at lata seg kanna beinanvegin. So fáa vit svar beinanvegin, sigur Anna Dam, forkvinna í felagnum. Restina av liðunum fara í kvøld út at lata seg kanna, og landslæknin er farin undir at kanna hvørjar leikarar, hava havt samband við koronusmittaða leikaran. Tað eina fólkið er partur av einari smittuketu, landslæknin fylgir. Hitt fólkið er komið til Føroya úr útlondum. Tey smittaðu eru avbyrgd, og smittusporingin er byrjað. Tilsamans hava nú 502 fólk fingið staðfest smittuna í Føroyum. 498 fólk eru staðfest frísk aftur, og sostatt eru fýra smittað í løtuni. Í Jambalaja í dag skulu vit aftur minnast ein countrysangara, sum er farin foldum frá. Vit minnast eisini fleiri stórar sangskrivarar, ið hava ella høvdu fylt runt, og so lurta vit eftir nýggju útgávuni hjá evnaríka Ward Davis. Hinar báðar singlepláturnar frá albuminum vóru The One That Really Matters og Ever Since The World Began, sum føroyska útvarpið hevur spælt nakað. Heitislagið varð bílagt til filmin, Rocky III, hjá Sylvester Stallone og bleiv eisini stóra gjøgnumbrotið hjá Survivor. Sum ein ummælari orðaði seg, var telfon kallið frá Stallone eydnuløtan hjá Survivor. Albumið hevur fleiri góð løg. Stílurin er fólksligur rokkur. Plátubarrin 28.11.2020. Prestarnir Marjun í Kálvalíð og Bergtórur Hjelm Bjarkhamar kappast móti maritimu høvundunum Jan Erik Simonsen og Sigmar Bláberg. Tú kanst hoyra sendingina her Víkingur hevur enn einaferð spælt seg í steypafinaluna í fótbólti hjá monnum. Tað varð greitt, tá liðið vann ein tepran, men væl uppibornan 2 1 sigur á B36 í fyrru hálvfinaluni, sum bleiv spæla á uttanveltaðum vølli við Løkin í Runavík. Talan var um ein javnan dyst, men tað sást beinavegin, at tað var meira tendring í Víkinga leikarunum. Teir spældu skjótari og meira beinleiðis, og so vóru teir grammari at fáa fatur í bólinum, tá teir høvdu mist hann, enn B36 leikararnir. Samstundis var Víkingur eisini heppin, tí alt kundi verið vent á høvdið, hevði dómarin ella hjálpardómararnir sæð, at Gunnar Vatnhamar brúkti hondina, fyri at steðga Stefan Radosavljevic, tá hesin brádliga bleiv spældur fríur. Kanska var tað Diego Armando Maradona, sum leikararnir mintust við tøgn í eitt minutt áðrenn dystin, ið spældi øllum eitt puss. Men tað tóktist greitt, at Gunnar Vatnhamar brúkti hondina, fyri at forða fyri, at Stefan Radosavljevic kundi seta bóltin í málið. Hetta hevði óivað eisini kostað Gunnari eitt reytt kort, hevði dómari sæð hendingina, og so hevði B36 óivað vunnið dystin. Verri var tað tó ikki, enn at B36 alíkavæl legði seg á odda við einum brotsparki. Hesuferð var talan um eitt sera bíligt brotspark, ið var dømt fyri skump í ryggin, sum Alex Mellemgaard setti trygt í netið. Bólturin var tó ikki meir enn settur í spæl aftur, fyrr enn Víkingur hevði javnað. Ágrýtnu leikararnir løgdu B36 beinavegin undir eitt kolosalt trýst, sum B36 verjan ikki megnaði at standa ímóti. Úrslitið var, at Víkingur eitt skiftið fekk eitt hornaspark fyri og annað eftir uttan at B36 megnaði at sleppa burtur úr áhaldandi trýstinum. Og tá bólturin einaferð støkk av tvørtrænum og út til Jákup Johansen, so var skálamaðurin á Víkinga liðnum ivaleysur, og sparkaði bólti hart og flatt í netið úr 16 metrum. Og Víkingur svam í møguleikum í fyrra hálvleiki, so tað var ikki óuppiborið, at liðið javnaði. Einaferð fór bólturin millum beinini á tí so royna Sølva Vatnhamar, ið bara skuldi seta innarusíðu á bóltin. Umframt at velja góðan og blandaðan tónleik greiðir Eyð millum annað frá sínum uppvøkstri í Klaksvík og frá ymsum viðurskiftum og hendingum á hennara lívsleið. Hon er útlærd og starvast sum fríðyrkisfólk innan sjónleik, drama og journalistik. Í 2008 fekk hon Herðaklappi frá MÁF og í 2016 varð hon heiðra við Listavirðisløn Nólsoyar Páls fyri síni mongu avrik innan leiklist. Um vikuskiftið hava verið trý ferðsluóhapp, har sum bilførarnir eru skuldsettir fyri rúsdrekkakoyring. Tað er langt síðani, at so nógv óhapp við skuldsetingum um rúsdrekkakoyring hava verið eitt vikuskifti, sigur politiið. Tvey óhapp vóru í nátt. Beint fyri klokkan trý rendi ein bilur á ein garð. Hann fekk stóran skaða. Millum klokkan seks og sjey í morgun fekk politiið fráboðan frá einum fólki, sum hevði hoyrt eitt buldur uttanfyri. Tann bilurin fekk ikki størri skaða enn so, at bilførarin koyrdi víðari, men politiið steðgaði honum. Nógv fólk var í býnum í Havn í nátt. Nógv, sum vóru dottin ella avdottin ella bæði, vórðu koyrd heim ella á skaðastovuna í politibilum ella sjúkrabilum. Skeinkingarstøðini í Havn hava nú opið aftur sum fyrr, áðrenn korona kom. Tað verður seks krónur dýrari at brúka Eysturoyartunnilin enn at koyra gomlu leiðina, hevur tú ein lítlan persónbil, sum brúkar diesel og koyrir úr Klaksvík til Havnar. Annars er tunnilin bíligari, sigur felagið, sum eigur tunnilin. Á heimasíðuni tunnil.fo eru seks útrokningar fyri persónbilar, fyri lítlar, miðalstórar og stórar bilar, bensinbilar og dieselbilar. Størsta sparingin er tann hjá persónbilum, sum brenna bensin. Hann kostar 459 krónur sum nú er, men fer hann gjøgnum Eysturoyartunnilin, kostar hann 332 krónur. Sparingin er 128 krónur. Túrurin úr Klaksvík til Havnar fer at vara 41 minuttir, um koyrt verður í Eysturoyartunlinum. Prísirnir fyri at brúka Eysturoyartunniln eru kunngjørdir. Tað fer at kosta 65 krónur at brúka Eysturoyartunnilin millum Eysturoynna og Steymoynna hjá teimum, sum hava hald, 41 túrar ella fleiri fyri persónbilar. MRCC gav alt fyri eitt boð um at gera føroysku bjargingartyrluna klára, og Brimil fekk boð um at fara til Vestland, sum var á Íslandsrygginum vestan fyri Føroyar. Íslendska bjargingartænastan var eisini kunnað um støðuna. Men manningin á Vestlandi fekk skjótt tamarhald á støðuni, og tyrlan varð avlýst. Brimil fylgdi Vestlandi á Fuglafjørð. Vestland sigldi við egnari hjálp. Sjey mans eru við Vestlandi, og teir hava tað allir gott, sigur Vørn. Vestland var bara nakrar fáa tímar í Fuglafirði seinnapartin í gjár og er nú á veg aftur til Íslands. Orsøkin er, at talið av børnum, sum verða umsorganaryvirtikin, veksur, og higartil í ár er talið í miðal 60 børn. Í 2018 vóru í miðal 47 børn í skipanini. Men tað skal ein drúgv tilgongd til, áðrenn børn verða umsorganaryvirtikin, og fleiri ymsir myndugleikar skulu taka støðu í hvørjum einstøkum føri. Gongubreytir, sum eru minst hálvan triðja metur, kunnu býtast í tvey, so tey, sum eru til gongu, eru fyri seg, og tey, sum súkkla, eru fyri seg. Trupulleikin er, at gongubreytir, sum eru minst hálvan triðja metur, ofta gerast smalri í støðum, og tá noyðast súkklurnar út á vegin. Endamálið við at broyta kunngerðina er at loyva súkklunum upp á gongubreytirnar, har sum vegirnir eru mettir at vera ov vandamiklir fyri súkklur. Fyrimunirnir við at halda fram við Kærustovninum eftir verandi leisti eru færri enn vansarnir. Tað er niðurstøðan hjá arbeiðbólkinum, sum hevur endurskoðað bygnaðin hjá Føroya kærustovni. Arbeiðsbólkurin hevur latið løgmanni álitið, sum er 84 síður. Arbeiðsbólkurin hevur 14 ítøkilig tilmæli um broytingar. Eitt høvuðstilmæli er at flyta allar 11 nevndirnar, sum Kærustovnurin í dag er skrivstova hjá, inn í sjálvan Kærustovnin. Hetta merkir, at Kærustovnurin sjálvur viðger kærumálini og tekur avgerðir sum sjálvstøðugur myndugleiki. Flestar avgerðir hjá kærunevndunum eru fyrisitingarrættarligar ella grundaðar á fyrisitingarrætt, har løgfrøðin er tann berandi parturin. Henda servitan er í Kærustovninum, og tí kunnu løgfrøðingar í stovninum avgreiða flestu mál. Serkøn kunnu verða knýtt at stovninum sum ráðgevar at heita á, stendur í álitinum. Í honum vóru fýra fólk, Nella Festirstein, deildarstjóri á lógartænastuni á Løgmansskrivstovuni, hon var forkvinna, Anja Hovgaard, stjóri á Kærustovninum, Beinta Festirstein, fulltrúi á Kærustovninum, og Bárður Larsen, adjunktur á Fróðskaparsetrinum. Eingin koronusmittutilburður varð staðfestur í Føroyum í gjár. Í gjár vórðu 565 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Størsta íløgan, 30 milliónir krónur, er í dagsstovnin við Gøtugjógv. 10 milliónir fara til at byggja út eldrasambýlið Giljagarð í Leirvík, fimm milliónir eru settar av til sjóhitaverkætlanina í Leirvík og fýra milliónir til útstykking í Leirvík. Avdráttirnir í 2021 verða 7,8 milliónir krónur, og ein millión krónur fara til rentur næsta ár. Hallið hjá Eysturkommunu verður 50,7 milliónir krónur næsta ár. Skýming yvir Europa. Í henni verður hugleitt um ferðir til París, Freiburg og Toskana, um konsert við sangarinnuni Joan Baez, um at fara upp í lívsins dans og um bók eftir Anne Applebaum, sum lýsir rákið burtur frá fólkaræði í summum europeiskum londum. Aldri hava so nógvir menn búð einsamallir og verið familjuleysir. Fjórðihvør maður eigur ongi børn. Annarhvør ófaklærdur maður býr einsamallur ofta við ósunnum lívshátti. Denis hevur í 11 ár sitið heima og spælt telduspøl. Nú ætlar hann sær út at leita eftir arbeiði og konu. Mike er ungur bóndi og veitslutónleikari, sum á egnan kropp merkir, at langt er ímillum genturnar úti á smábygdunum. Men hann vónar enn at finna eina unnustu kanska í Tailandi Lagt til rættis Michael Plejdrup Fá vóru tey, sum góvu B68 úr næstbestu deildini ein líkinda møguleika í upp og niðurflytingardystinum móti AB úr bestu deildini. B68 endaði nevniliga nummar fýra í 1. deild, meðan AB endaði næstaftast í Betri deildini. Men toftamenn vildu tað øðrvísi, tí unga B68 liðið fór ósmæðið til verka í fyrra hálvleiki, og áðrenn nakar varnaðist, so var B68 á odda 1 0, og AB hevði fingið ein mann útvístan. Leiðslumálið skoraði heilt stóra hetjan hjá toftamonnum í kvøld, Andri Benjaminsen, í 35. minutti. Seks minuttir seinni fær Gilli Róason hjá AB reytt kort, tá hann heldur ófantaliga stemplar væl leikandi liðskiparan hjá B68, Áka Johannesen. Hóast AB spældi við 10 monnum restina av dystinum, so vóru argjamenn greitt oman á, og í undanvindinum í seinna hálvleiki, trýstu teir B68 í botn. Serliga Bjarki Nielsen og Jasper Van Der Heyden vóru eyðsýndir. Toftamenn høvdu hinvegin ilt við at spæla seg úr trýstinum, og sum hálvleikurin leið, byrjaði orkan eisini at ganga undan, og menn byrjaðu at fáa krampa. Argjamenn høvdu ilt við at gagnnýta yvirtakið og fáa bóltin í málið, hóast teir høvdu fleiri góðar møguleikar. Men í 76. minutti bragdaði tó hjá AB, tá eitt innlegg úr høgru rættiliga tilvildarliga støkk til Bjarka Nielsen, sum kundi seta bóltin trygt í netið. Umdystur mátti til, og enn einaferð tóku toftamenn argjamenn á bóli, tá besti leikarin á vøllinum, Andri Benjaminsen, í 105. minutti fekk sett bóltin í málið eftir upplegg frá veteraninum, Óla Olsen. Toftamenn royndu at verja leiðsluna til dystarenda, men enn einaferð blivu teir trýstir í botn, og tá innskifti Adeshina Lawal sera hegnisliga spældi Jasper Van Der Heyden frían, var eingin ivi. 2 2. Nú hildu tey flestu, at dysturin fór at enda við brotssparkskapping. Men enn einaferð vildi Andri Benjaminsen tað øðrvísi, tá hann úr einum næstan ógjørligum vinkli sparkaði bóltin í málið undir Silas Eyðsteinsson í AB málinum. Málið minti ikki sørt um málið, sum Preben Elkjær á sinni skoraði móti Sovjetssamveldinum í Ítróttarparkini. Rómurin á toftafólkum stóð einki aftanfyri rómin í Parkini í 1985. Bragdið var ein veruleiki, og B68 er aftur í bestu fótbóltsdeildini. Hann fekk 39 atkvøður. Kim Kielsen fekk 32. Í fyrra valumfarinum fekk Erik Jensen 35 atkvøður, Kim Kielsen 29, og Vivian Motzfeldt fekk sjey atkvøður. Vit taka stór stig fyri at gerast eitt av londunum, sum hava strangastu trygdarreglur fyri telesamskifti, sigur bretski ráðharrin fyri miðlar, ítrótt og mentan, Oliver Dowden. Týdningarmikil partur av trygdarlógini snýr seg um stríðið móti hátrygdarfeløgum, og vit hava framsókna tíðarætlan fyri at fáa Huawei útgerð burtur úr 5G netverkinum hjá okkum fyri 2027, sigur Dowden. Kineskar telesamskiftisfyritøkur er settar á svartalista í fleiri londum í vesturheiminum, tí stúrt verður fyri, at kinesiskir myndugleikar nýta feløgini til at njósnast eftir útlendskum ríkisborgarum. Bretska stjórnin boðaði longu í juli frá, at hon fer at útihýsa Huawei, tí stúrt verður fyri trygdini. Bretland setur eisini bann fyri at keypa nýggja 5G útgerð frá Huawei eftir 31. desember. Dowden segði tá, at partar av utgerðini, sum longu er í nýtslu, íroknað 4G undirstøðukervið, skulu takast burtur í seinasta lagi í 2027. Koronufarsóttin hevur víst, at heimurin, gerst tað neyðugt, skjótt kann gera broytingar, sigur altjóða hjálparfelagsskapurin, Reyðikrossur. COVID 19 hevur víst, at mannaættin dugir at síggja og handfara eina alheimskreppu, sigur altjóða Reyðikrossur í árligu frágreiðing síni, World Disaster Report. Tá funnu tey neyðuga peningin, hóast hann frammanundan ikki tyktist verða tøkur, og skjót og góð tiltøk vórðu sett í verk í sambandi við kreppuna, stendur í frágreiðingini. Frágreiðingin staðfestir, at heimurin noyðist at rinda 350 milliardir krónur fyri at tillaga seg og avmarka neiligu avleiðingarnar av veðurlagsbroytingunum. Ársfrágreiðingin hjá altjóða Reyðakrossi leggur dent á, at hóast koronukreppan fær stóran ans í heiminum í ár, hevur veðurlagskreppan ikki minni týdning. Meðan farsóttin hevur gingið, eru í minsta lagi 50 millónir fólk rakt av veðurlagskreppu. Í fjør var hetta talið nærum 100 milliónir, og tað er í sambandi við turk, ógvusligar stormar, vatnflóðir, skógareldar, hitabylgjur og skriðulop. Í frágreiðing, sum varð almannakunngjørd í oktober, sigur UNDRR, at seinastu 20 árini eru skrásettar 7.300 nátturuvanlukkur. Hetta er 3.100 fleiri enn árini 1980 til 1999. Hetta vísir greitt, at í heiminum, har hitin í 2019 var 1,1 stig hægri enn í ídnaðarølini, verða avleiðingarnar framvegis oftari ógvusliga ódnir, staðfestir kanning hjá UNDRR. Serliga skulu størri íløgur gerast í burðardyggja tøkni, sum ger, at samfeløgini í longdini kunnu tillaga seg til veðurlagsbroytingarnar. Eisini skal heimssamfelagið gera meira fyri at verja fátækastu og viðkvæmastu bólkarnar, sum oftast eru meinast raktir av náttúruvanlukkum. Veðurlagskreppan er størri avbjóðing fyri mannaættina enn koronufarsóttin. Tað er kreppa, sum rætt og slætt hóttir okkara møguleika fyri í longdini at hóra undan, er niðurstøðan í frágreiðingini frá altjóða Reyðakrossi. Týska samveldistingið hevur nú samtykt at banna plastposar. Bannið fevnir um sølu og útbreiðslu av einnýtisposum úr plasti í týskum handlum, og tað kemur í gildi 1. januar 2022. Týski umhvørvismálaráðharrin, Svenja Schulze, sigur, at plastposin er tekin um oyðsl við náttúrutilfeinginum. Hon mælir fólki til at brúka toy posar. Andstøðan í týska samveldistinginum heldur lítið um bannið. Tinglimir fyri Grøna flokkin og flokkurin á vinstravonginum, Die Linke, siga, at hetta er óbrúkiligur fjøður í hattin hjá stjórnin Tinglimir í FDP og AfD flokkinum á høgravonginum atkvøddu eisini ímóti banninum og søgdu, at tað er órættvíst tiltak móti marknaðinum, tí bannið ger ongan mun fyri umhvørvið. Hyggja vit at hagtølunum hjá akstovuni, so eru 26.534 persónlbilar eru skrásettir í Føroyum í november í ár. Av hesum eru 269 elbilar, meðan restin brúka bensin ella diesel. Og hóast tú ikki hevur valt elbil, so ber til at fara væl um umhvørvið við at koyra skynsamt og hugsa teg um, tá tað snýr seg um røkt av bilinum. Við í sendingini hesaferð eru Magnus Gunnarsson, Fríðrikur Bláhamar og Martin Andreas Kruse Kennist henda uppgáva ov stór, nú tey dagliga hoyra um, hvussu ringt verðin hevur tað Tað eru tey ungu, sum rópa varskó, nú veðurlagið broytist og frumskógirnir vera brendir. Tað eru eisini tey ungu, sum eru mest útsett fyri veðurlagsótta og ótta um eina dapra framtíð, har veðurlagsflóttar eru normurin. Tað hjálpir tó at kenna, at tú gert nakað fyri at broyta støðuna, sum hon er nú. Tað siga tveir av gestunum í sendingini, Bjørt Sigurdsdóttir Lamhauge og Bjørg Brynhildardóttir Egholm, sum báðar hava ein aktivan leiklut í bardaganum fyri veðurlagnum. Afturat teimum luttekur Kathrina Lindenskov Holm í sendingin hesaferð. Vónandi gera vit øll tað, men onnur fara eitt stig víðari og skipa ruddingina, soleiðis at tey sjálvi og onnur fáa møguleikan at gera nakað gott fyri Føroyar og náttúruna. Henda rudding hevur ymisk skap, sum tey í fýra plastikk um dagin , rudda Føroyar og ringrás siuga okkum frá. Tey, sum luttaka í sendingini hesaferð eru Annika og Svein Rógvi Ljósstein, Sigrun Mohr og Ingmar Valdemarson á Løgmansbø. Nordic Gastric Balloon er eitt toymi av læknum úr Keypmannahavn, sum koma til Heilsudepilin í Miðvági at leggja Elipse ballónir í magan. Elipse ballónin er fyrsta av sínum slag, sum er í einum kapsli, ið skal svølgjast. Tá ið ballónin er komin niður í magan, verður hon fylt við serligari vætu ígjøgnum ein tunnan ledning, sum er fastur í ballónini. Tá ið ballónin er fylt upp við 550 millilitrum av vætu, tekur hon umleið 70 prosent av magasekkinum. Læknarnir eru í Føroyum umleið eina ferð um mánaðin. Teir eru aftur í Føroyum í januar. Tá tað snýr seg um politiska viljan at verja umhvørvið, so eru vit í Føroyum nakað aftan fyri grannar okkara, tí har tey til dømis hava bæði kemikalielóg og veðurlagslóg, hava vit ongar. Vit hava eina umhvørvislóg, sum greinar uppgávubýtið millum kommunur og land, og sum er gomul og kanska ótíðarhóskandi, spyrt tú umhvørvisfelagsskapirnar í Føroyum. Hesir ynskja sær størri ávirkan og nýggjar og meira tíðarhóskandi lógir. Tey, ið luttaka í sendingini eru Suni Petersen, Annika Bolton Mortensen og Bjørt Sigurdsdóttir Lamhauge. Fornt er jólagávan til børnini í ár. Gávan er nýskrivaður útvarpsleikur í átjan pørtum. Leikurin er nútíðarleikur, ið er ætlaður teimum eldru børnunum. Fornt er eitt heimskent telduspæl, sum er sera spennandi, tí her kanst tú granska og jagstra. Eiri, sum gongur í 6.flokki, er høvuðspersónurin í Fornt. Elin á Rógvi hevur skrivað útvarpsleikin Fornt. Høgni Fagraberg hevur gjørt ljóðmyndina. Sakaris Emil Joensen hevur gjørt tónleikin, Elin á Rógvi eigur orðini. Strandferðslan bíðar eftir loyvum frá Sjóvinnustýrinum, og tá tey eru komin, er Erla Kongsdóttir klár at fara í sigling. Trygdarvenjingin fríggjadagin lukkaðist væl, upplýsa Strandfaraskip landsins. Ætlanin var, at Erla Kongsdóttir skuldi sigla á Nólsoyarleiðini, men tað ber illa til, tí ongir skráar eru at leggja portrið á, so til dømis bilar sleppa umborð ella í land. Býráðið í Havn samtykti hóskvøldið at gera skráar, ella rampur, í Nólsoy og í Havn. Játtaðar eru 630.000 krónur til endamálið. Skráarnir vera 10 metrar langir. Viðrar, og gongur annars alt væl, kunnu skráarnir takast í brúk beint fyri jól. Pengarnir, 630.000 krónur, verða tiknar av kontu hjá Tórshavnar havn. Bara fýra havnir, sum Strandfaraskipini brúka, hava hydrauliskar rampur, sum laga seg eftir flóð og fjøru. Tær eru í Skopun, á Gomlurætt, í Klaksvík og á Syðradali. Fornt er jólagávan til børnini í ár. Gávan er nýskrivaður útvarpsleikur í átjan pørtum. Leikurin er nútíðarleikur, ið er ætlaður teimum eldru børnunum. Fornt er eitt heimskent telduspæl, sum er sera spennandi, tí her kanst tú granska og jagstra. Eiri, sum gongur í 6.flokki, er høvuðspersónurin í Fornt. Elin á Rógvi hevur skrivað útvarpsleikin Fornt. Høgni Fagraberg hevur gjørt ljóðmyndina. Sakaris Emil Joensen hevur gjørt tónleikin, Elin á Rógvi eigur orðini. Fornt er jólagávan til børnini í ár. Gávan er nýskrivaður útvarpsleikur í átjan pørtum. Leikurin er nútíðarleikur, ið er ætlaður teimum eldru børnunum. Fornt er eitt heimskent telduspæl, sum er sera spennandi, tí her kanst tú granska og jagstra. Eiri, sum gongur í 6.flokki, er høvuðspersónurin í Fornt. Elin á Rógvi hevur skrivað útvarpsleikin Fornt. Høgni Fagraberg hevur gjørt ljóðmyndina. Sakaris Emil Joensen hevur gjørt tónleikin, Elin á Rógvi eigur orðini. Enn er einki komið undan kavi, sum vit ikki vistu skuldi gerast við skipið, sigur Jóhan Petur Abrahamsen, tekniskur stjóri á Strandferðsluni, og tí verður Ternan aftur sett í sigling til Nólsoyar 20. desember, sum ætlanin hevur verið. Frimodt Rasmussen, stjóri á Klaksvíkar sleipistøð, sigur, at avtalan hjá teimum við Strandferðsluna heldur, og at Ternan verður klár til tíðina. Jósup skuldi røkja siglingina hjá Ternuni ta fyrstu tíðina, og síðani var ætlanin at nýggja tríkiljan, Erla Kongsdóttir, skuldi sigla til Nólsoyar. Erla Kongsdóttir bíðar framvegis eftir endaligu góðkenningini. Neyðugt er at gera eina nýggja rampu, so Erla Kongsdóttir kann leggja at í Nólsoy. Tann rampan verður klár 20. desember, samstundis sum Ternan aftur fer í sigling um Nólsoyarfjørð, sigur Jóhan Petur Abrahamsen. Meðan Ternan er á sleipistøð, røkir Hasfjord farmasiglingina til Nólsoyar. Tveir farmatúrar verða gjørdir um vikuna. Neyðugt er at tillaga fráferðina hjá Hasfjord eftir sjóvarfallinum og tí verða farmatúrar gjørdir um tað mundið tá hægsta flóð er. Siglt verður av Gomlurætt og ella Havnini til Nólsoyar og aftur, og ferðaætlanin fyri farmatúrar verður lýst viku fyri viku. Tey, ið vilja flyta farm við Hasfjord, kunnu seta seg í samband við farmastøðina í Havn, upplýsir Strandferðslan. Skotski fyrstiráðharrin, Nicola Sturgeon, sigur, at skotar eiga at fáa ein møguleika aftrat at taka støðu til sjálvstýri longu í næsta valskeiði, sum byrjar eftir valið í mai næsta ár. Sturgeon sigur, at fleiri orsøkir eru til, at fólkaatkvøða eigur at vera tíðliga í næsta valskeiði, sum er frá 2021 til 2026. BBC skrivar, at eftir at Bretland avgjørdi at fara úr ES, er loysingarhugurin hjá fleiri skotum alsamt vaksin. Á fólkaatkvøðuni var meira enn helvtin av skotum ímóti, at Bretland fer úr ES. Ónøgd hevur eisini verið í Skotlandi um, hvussu bretska stjórnin hevur handfarið koronufarsóttina. 14 tær seinastu veljarakanningarnar hava víst, at meiriluti er fyri skotskari loysing, millum 51 og 59 prosent taka undir við sjálvstýri. Men sannføringin um loysing hevur sveiggjað seinastu árini. Sturgeon hevur sagt fleiri ferðir, at skotar vilja verða verððandi í ES, og at brexit ger, at skotar, ímóti sínum vilja, verða drignir úr ES. Hon sipar til, at á fólkaatkvøðuni um ES í 2016 atkvøddu 62 prosent av skotum fyri at verða verandi í ES. Seinasta veljarakanningin hevur sambært BBC víst, at meirilutin av skotum tekur undir við loysing. Væntað verður, at flokkurin hjá Nicola Sturgeon, The Scottish National Party, stytt SNP, fær stóra framgongd á valinum í mai, skrivar Ritzau. Men nýggj fólkaatkvøða um loysing krevur loyvi frá bretsku stjórnini. Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, hevur eins og undanfarni forsætisráðharrin, Theresa May, víst áheitanini frá Sturgeon um fólkaatkvøðu aftur. Sambært teimum er hetta spurningur, sum kann avgerast eina ferð fyri hvørt ættarlið, og tí verður ikki atkvøtt um tað enn á sinni. Maðurin, sum eitt nevningating í Føroya rætti í summar dømdi í anbringelse uttan tíðaravmarking, skal í Hægstarætt í Keypmannahavn mikudagin. Revsingin er skotin inn fyri Hægstarætt við kravi um, at hon verður linari. Kravið er tíðaravmarkaður viðgerðardómur. Møguleiki skal vera fyri innlegging. Maðurin, sum er sjúklingur á Psykiatrisku deild í Havn, var ákærdur fyri 22. juni í fjør at hava lagt á eitt starvsfólk á deildini, meðan tey gingu á gøtuni vestan fyri Sandá, sum er áin millum Havnina og Argir. Maðurin varð ákærdur fyri drápsroynd, men frídømdur fyri hana í nevningatinginum í summar. Hann varð tó dømdur fyri grovan harðskap í tveimum førum og vanligan harðskap í trimum førum. Dømdi maðurin og verji hansara, Petur Even Djurhuus, halda, at tað er ov hørð revsing at verða dømdur at vera á psykiatriskari deild í óavmarkaða tíð. El bilar kundu fingið avsláttur, tá teir koyra í undirsjóvartunlunum. Tað hevði økt um søluna, sigur Martin Andreas Kruse, ið hevur fyritøkuna Tesla Import, og annars selur el akfør. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, segði í útvarpinum í gjár, at mvg frítøkan av el bilum, sum hevur verið upp í 70.000 krónur, verður kanska sett úr gildi um stutta tíð. Í dag varð skrivað undir sáttmálan millum Tórshavnar kommunu og byggifelagið J og K Petersen um høvuðsarbeiðstøku um nýggja langhylin. Væntandi verður farið at rigga byggiplássið til, stika øki av og at grava út fyri nýggja langhylinum fyri jól. Hann skal eftir ætlan verða liðugur í 2023. Annika Olsen, borgarstjóri, segði á samkomu, tá skrivað varð undir sáttmálan, at við langhylinum tekur svimjing í Føroyum eitt stórt stig út í heim, eins og vit kunnu hýsa størri kappingum í høvuðsstaðnum. Bjarki Johannesen úr Roysninum vann sína fyrstu rennikapping, tá annað umfar av vetrarkappingini varð runnið við Kerjar leygardagin. Toftamaðurin endaði nummar tvey í fyrsta umfari fyri trimum vikum síðani, tá runnið var runt Agnið. Ta ferðina var Tummas N. Arge fremstur, men hann var ikki við hesa ferð. Og tað gjørdi Bjarki Johannesen sær dælt av. Hann vann trygt frammanfyri Hall Holm úr Bragdinum og Inga Johannesen úr Roysninum, sum fekk heiðursmerki fyri fyrstu ferð í opna bólkinum. Rebekka vann sannførandi Rebekka Fuglø úr Treystinum vann sannførandi hjá kvinnum. Maria Biskopstø endaði nummar tvey og Rigmor N. Arge nummar trý. Opin bólkur, menn Bjarki Johannesen 39 48.0 Hallur Holm 42 05.6 Ingi Johannesen 42 23.3 Opin bólkur, kvinnur Rebekka Fuglø 42 30.8 Maria Biskopstø 47 49.8 Rigmor Napoleonsdóttir Arge 48 50.0 Munandi minni av toski eru landað higartil í ár samanborið við í fjør. Fyrstu 10 mánaðirnar í ár er nøgdin av toski, sum er veiddur í føroyskum øki, minkað við einari helvt. Tað er ikki bara toskur, sum minni er avreitt av higartil í ár. Hýsan er minkað ein fimting. Hinvegin eru landað 18 prosent meira av upsa. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur nú biðið løgtingið um heimild at játta í mesta lagi 55 milliónir krónur í stuðli ti nýggjan Fjøruveg í Runavík. Vegurin verður umleið 2,5 kilometrar langur. Hann verður eftir ætlan gjørdur frá rundkoyringini í Rókini, fram við fjøruni og havnarlagnum í Runavík, til bakkavegin á Glyvrum. Av teimum 55 milliónunum, sum landið játtar í stuðli til vegin, verða 13,8 milliónir krónur goldnar í ár og 10 milliónir næsta ár. Eftir ætlan verða játtaðar 10 milliónir í 2022, 12 milliónir í 2023 og 9,2 milliónir krónur í 2024, stendur í viðmerkingunum til uppskotið. Umbønin um eykajáttan snúði seg um útreiðslur av tiltøkum av koronufarsóttini, sum ikki longu vóru fevndar av vanligum rakstrarjáttanum hjá landsstovnum. Við eykajáttan fyri juni 2020 varð játtanin hækkað sjey milliónir krónur. Av hesum skuldu fýra milliónir brúkast at kanna øll ferðandi til Føroya fyri COVID 19, frá 27. juni til 10. juli. Endamálið at skipa eina koronudeild í lonum uttanf yri Landssjúkrahúsið er, at vanliga virksemið kundi halda fram, hóast farsóttin kom aftur. Fyribils koronudeildin er skipað við játtan á serstakari undirkontu. Samrøður um mjørka er heitið á stórari listaframsýning við føroyskum, bretskum og donskum listafólkum, sum øll taka støði í Føroyum á onkran hátt. Framsýningin hevur fingið sera góð skotmál vit fáa vitjan av Kinnu Poulsen, stigtakara, sum sjálv hevur sett saman ella kuraterað. Ein klassisk teaturkonsert við úrvaldum brellbitum úr operaheiminum var frumframførd á tjóðpallinum sunnukvøldið í samstarvi við Opera.fo. Vit tosa við Annfinn Heinesen, leikstjóra, Jóhannes Andreasen, kapellmeistara, og Ernst Sondum Dalsgarð, tenor. Soleiðis sigur Ernst Sondum Dalsgarð, tenorur, sum er ein av teimum fýra opera sangarunum, sum framføra operatónleik á Tjóðpallinum í hesum døgum. Saman við honum syngja sopranurnar Birita Adela Davidsen og Birita Poulsen, umframt Herfinnur Árnafjall, sum er bariton. Sostatt eru fýra føroyskir operasangarar á palli saman, og tað er eitt nýbrot. Kapellmeistari er Jóhannes Andreasen, sum eisini er við í sjónleikinum, og Annfinnur Heinesen er leikstjóri og bindur leikin saman sum frásøgufólk. Soir e Fantastique er samstarv millum Tjóðpall Føroya og Opera.fo, sum við hesum hevur sett sín næsta leik á pall. Leikurin verður sýndur hvønn dag fram til 9. desember. Hoyr samrøðuna við Ernst Sondum Dalsgarð, Jóhannes Andreasen og Annfinn Heinesen, sum seta klassisku teaturkonsertina í ein størri samanhang. Tað var HF1, sum var mannað við teimum báðum, Astrið Nanly Breckmann og Gunnvá Mørkøre, sum vann FM í amboðsfimleiki fyri lið í Fimi leygardagin. HF2 gjørdist nummar tvey, meðan liðið hjá Støkk endaði á triðja plássi. Hjá monnunum tók bert eitt lið lut. Hjálmar Allansson Dalskarð, Óli Joensen, Djóni Sakariasson og Tóki Janusarson Strøm mannaðu liðið hjá Havnar Fimleikafelag. Kappingin var øgiliga jønv, inntil vit komu á gólvið. Tað var okkara sterka síða, og tað var tað, sum gjørdi, at vit vunnu, segði Astrið Nanly Breckmann. Bestu føroysku amboðsfimleikararnir teljast nú millum teir bestu í ríkinum. Tað staðfestu DM kappingar í amboðsfimleiki fyrr í november. Tveir av íðkarunum, sum gera vart við seg í løtuni, eru Astrið Nanly Breckmann og Rani Allansson Dalskarð. Í DM í amboðsfimleiki fyri lið seinasta vikuskifti var Astrið Breckmann besti íðkarin samanlagt, meðan Rani Dalskarð var bestur í einstøkum greinum. Landsstýrið skuldi koma við eini broyting í barsilsskipanini, tí tingfólk úr samgonguni hótta við at taka undir við einum uppskoti frá andstøðuni. Men einki uppskot kemur frá landsstýrinum, áðrenn uppskotið hjá andstøðuni um at javnseta samkynd foreldur við hinskynd foreldur kemur til atkvøðugreiðslu. Helgi Abrahamsen bleiv biðin um at koma við eini loysn uppá, hvussu barsilsskipanin kann broytast, men undirtøka var ikki fyri uppskotinum, sigur landsstýrismaðurin í vinnumálum. Sjóvinnustýrið skrásetti skipið sum handilsskip síðst í oktober, og tann avgerðin stendur við. Men ein fyrisitingarlig avgerð loyvir fiskimonnum at mynsta umborð. Tí hevur eitt samt stýri fyri VEKS í dag biðið landsstýrið um at broyta galdandi lóg um kommunalu samstarvsøkini. Kommunurnar vilja hava heimild til uttan mun til tal av íbúgvum sjálvar at gera av, um og ella hvønn tær ynskja at samstarva við um eldraøkið. Løgtingið samtykti í apríl 2014 Løgtingslóg um kommunalt samstarv á eldraøkinum, og í 2015 var eldraøkið lagt út til kommununar at umsita. Kommunala samstarvið um eldrarøkt og heimatænastu millum Vestmanna , Eiðis , Kvívíkar og Sunda Kommunu VEKS hevur tó ikki verið uttan avbjóðingar. Lóggávan um kommunalt samstarv er málsøki hjá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni. Hann vísir til eftirmetingina av eldraøkinum, sum er ígongd. Trupulleikin við verandi skipan er, at veikastu kommunurnar kunnu stýra menningini av øllum økinum. Hinvegin kann uppskotið hjá VEKS samstarvinum hava við sær, at onkur øki í landinum detta niðurímillum, sigur landsstýrismaðurin, sum tó enn ikki hevur tikið støðu. B68, sum endaði nummar fýra í 1.deild, vann sær fullkomiliga óvæntað uppflytingina til Betri deildina á AB, sum endaði næstaftast í deildini. Men 3 2 sigurin á AB var uppiborin, tí bæði á vøllinum og á áskoðararplássunum vóru toftafólk nógv meira ágrýtin og tendrað enn argjafólk. Mia lýgur fyri sínum floksfeløgum. Hon hevur ikki sagt teimum, at bæði foreldur hennara er deyð. Hon óttast, at tey fara at halda hana verða eitt neyðardýr, um tey varnast, at bæði foreldrini vóru misnýtarar. Men jólini gera sannleikan verri at goyma, tí at øll tosa um familju alla tíðina. Kann Mia siga lestrarbólkinum hjá sær sannleikan, uttan at tey broyta meining um hana Handverksmeistarafelagið heldur, at tað var ikki av neyð, at timburlærlingarnir vóru noyddir at halda til í einum tjaldi, tí hóskandi høli vóru tøk. Tað finnast og hava funnist nógvar møguligar loysnir fyri hølistrupulleikan. Eitt nú kundu flestu aðrar deildir flutt í onnur høli, sum eru bjálvað og klára at standa í vindi, sigur felagið. Mentamálaráðið kundi havt lurtað, tá skúlin skuldi byggjast, tí tað var júst tann sami fakbólkurin, sum ávaraði um, at skúlin fór at gerast dýrari enn ætlað, og at bygningurin tí mátti gerast minni, sigur felagið. Handverksmeistarafelagið vísir samstundis á, at umstøðurnar hjá el lærlingum, sum noyðast at gera sveinstykkið undir trappuni, og tað er heldur ikki nøktandi, sigur felagið. Tað verður ikki á hesum sinni, at arbeiðsvikan í Føroyum verður stytt. Samgongan tekur ikki undir við uppskotinum til samtyktar hjá Javnaðarflokkinum um at stytta arbeiðsvikuna. Meirilutin í nevndini, samgonguumboðini, sigur, at í grannalondum okkara er ikki vanligt at áseta longdina á arbeiðsvikuni við lóg. Meirilutin sigur seg ikki hava fingið greitt at vita, hvørjar avleiðingar fyri haldførið í búskapinum, ein stytt arbeiðsvika fær. Heldur ikki, hvussu kappingarførið verður ávirkað. Og eingin ivi er um, sigur meirilutin í Rættarnevndini, at stytta arbeiðsvikan fer at gera, at arbeiðsgevarar mugu gjalda meira løn. Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi taka undir við uppskotinum um at stytta arbeiðsvikunu. Tørvur er á 35 milliardum dollarum til neyðhjálp, svarandi til 217 milliardir krónur av koronufarsóttini og fleiri møguligum hungursvanlukkum. Niðurstøðan í frágreiðingini er, at 250 milliónir fólk í heiminum fara at hava tørv á onkrum slagi av neyðhjálp. Hetta er 40 prosent fleiri enn í ár. Næsta ár fer eitt av hvørjum 33 fólkum í heiminum at hava tørv á hjálp, stendur í frágreiðingini. Høvdu hesi fólk búð í einum landi, hevði tað verið fimtstørsta land í heiminum, skrivar NTB. Tað var ein í familjuni hjá kvinnuni, sum gjørdist varug við drongin, tá hon sunnudagin skal hava verið í íbúðini. Hann hevði ilt við at tosa, var veikur, tannleysur og hevði stór sár á kroppinum. Aftonbladet og Expressen skriva, at maðurin er fluttur á sjúkrahús, og sjúkrahúsið hevur meldað málið til løgregluna. Sambært Expressen skrivar, at drongurin gekk í skúla til sjeynda flokka, og eftir tað hvarv hann úr samfelagnum. Kvinnan, sum fann mannin, sigur, at hon í nógv ár hevur havt illgruna um, at mamman innibyrgdi drongin. Tá kvinnan frætti, at mamma drongin var á sjúkrahúsi, fór hon inn í íbúðina. Maðurin sat í einum króki, og hann gjørdist nærum hjartkiptur, tá hon tendraði ljósið í íbúðini, sigur hon. Heilsustøðan hjá honum er ring, sigur sjúkrahúsið, og ikki hevur borið til at avhoyra mannin. Aftonbladet skrivar, at familjan lýsir mammuna at hava vart sonin nógv og tað endaði við, at hon tók hann úr skúlanum og hevði hann heima. Undantikið mammuna, so hevur maðurin ikki havt samband við onnur fólk síðani hann var barn, sigur kvinnan. Smáu skúlarnir í Tórshavnar kommunu verða ikki lagdir saman við størri skúla í kommununi. Talan er um Velbastaðar skúla, Nólsoyar skúla og Kaldbaks skúla. Fyri tveimum árum síðani samtykti Mentamálanevndin hjá Tórshavnar kommunu at kannast skuldi, um smáu skúlarnir í kommununi ikki kundu leggjast undir leiðslu í størri skúla. Men eftir hoyringarnar er niðurstøðan tann, at hetta verður ikki gjørt. Ætlanin var, at smáu skúlarnir skuldu vera undirvísingarstøð undir leiðslu í størri skúla. Men skúlin og undirvísingin skuldu framhaldandi vera í bygdunum, og bygnaðurin skuldi vera tann, at næmingar í fyrsta til og við sjeynda árgangi framvegis gingu í skúlanum í heimbygdini. Í morgun byrjaði ein nýggj bussleið at koyra millum Oyrarbakka og Kollfjarðardal. Nýggja leiðin, sum eitur leið 450, hevur samband við leið 400 úr Klaksvík, leið 200 av Eiði og leið 202 úr Tjørnuvík. Eisini verður samband í Kollfjarðardali við leið 100 úr Vestmanna. Koyrt verður tíðliga á morgni og seinnapart gerandisdagar og bara skúladagar til 19.juni næsta ár. Til 1. desember eru seld 2.698 akfør, 255, sløk níggju prosent, færri enn í fjør. Men í november í ár eru seldir fleiri bilar enn í november í fjør, 27 fleiri, fyrst og fremst persónbilar. Fleiri innfluttir brúktir bilar eru skrásettir í ár, bæði í november og alt árið. Tølini eru ikki stór, men til 1. desember eru skrásett 272 innflutt brúkt akfør, 27 fleiri enn í fjør. Millum annað eru pengar settir av til at gera rennibreytina lidna, umframt spæliland og sitipláss við fótbóltsvøllin við Djúpumýrar. Fyrireikingararbeiðið til fimleikahøll og kappróðrarneyst í miðbýnum fer eisini í gongd. Býráðið hevur eisini samtykt at gera økið uttan fyri svimjihøllina liðugt. Hetta inniber eitt nú uttandura sauna, eina terassu og ein heitan útipott. Skattaprosentið í Klaksvík verður óbroyt komandi ár, 20,75 prosent og barnafrádrátturin 5.500 krónur. Tað fer at kosta góðar 219 milliónir krónur at reka Klaksvíkar kommunu í 2021. Vøksturin er 5,6 prosent. Hesin vøksturin kemur serliga frá øktum útreiðslum til barnaansing og eldraøkið. Í sendingini hoyra vit tónleik eftir Bob Chilcott, Jean Sibelius, Philip Glass, William Alwyn, Charles T. Griffes og Julius Reitz. Oyggjarvegurin verður stongdur fyri størri bilum klokkan 10.30 í sambandi við, at lastbilurin, sum gleið útav vegnum í hálkuni í gjár, skal takast uppaftur. Stóri kranin hjá IR lastbilum skal draga bilin niðan aftur á vegin, og arbeiðið fer at taka einar tveir tímar, sigur vaktleiðarin á politistøðini, Hildur Hentze. Vit skulu koma hartil, at tað er kul at vera øðrvísi, og tað er kul at hava sína egnu dialekt. Sigur ein eldhugað Lív Næs, sum hevur vart sína MA ritgerð um málføri á Fróðskaparsetrinum. Hon heldur, at ein lítil kollvelting skal til, og at tøk skulu takast fyri at varðveita málføri. Í sambandi við sína MA ritgerð hevur hon granskað hvalbiar og sumbiarmálførið hjá tveimum ættarliðum, og tað vísir, at gongdin er, at smámunir hvørva. Í einum størri høpi sæst, at tey ungu laga seg til miðføroyskt, og tað er ein óheppin gongd, sum vit skulu taka í álvara. Hoyr samrøðuna við Lív Næs, sum var í Nón. Uttanríkis og mentamálaráðið hevur ikki brúk fyri 700.000 krónur afturat til koronustuðul til mentanina, men bara fyri 200.000 krónum. NSÍ HB, 1 3 við Djúpumýru 0 1 Daniel Johansen, 8 minuttir 0 2 Adrian Justinussen, 45 minuttir 1 2 Klæmint A. Olsen, 65 minuttir 1 3 Daniel Johansen, 81 min. Boð vóru eftir honum á Ríkissjúkrahúsinum, tí nú hevði hann brádliga møguleika at fáa eina skurðviðgerð í heilan, ið kundi gera tað nógv lættari at liva við parkinson. Hetta var í tøkum tíma, tí tá var John William ógvuliga illa fyri. Hann tók ógvuliga nógvan heilivág, og virknaðurin av honum var lítil. Kærunevndin hevur álagt kommununi at vísa á felagsøki til bilar, sum serliga eru merkt til bara at umfata íbúðirnar, sum kæran var um. Kærunevndin sigur, at tað er ikki í lagi, at kommunan ikki longu nú heilt nágreiniliga hevur avsett ítøkilig felagsøki til parkering fyri teir báðar íbúðarbygningarnar, kært er um. Og har er sera nógv virksemi, so tað er serstakliga umráðandi, at parkeringarviðurskiftini á staðnum verða skipað á ein nøktandi hátt, sigur Kærunevndin í lendismálum. Gongst sum ætlað, verður klárt hjá føroyingum at lata seg koppseta fyri koronu fyrst í komandi ári. Fólk eru tó ymisk á máli, hvørt tey vilja lata seg koppseta ella ikki. Heilivágsfyritøkurnar, sum hava ment koppingarevni móti koronu, hava drúgvar royndir við at gera influensavaksinur. Harafturat er talan um deytt virus, sum verður brúkt í koppingarevninum, og tað tola so at siga øll fólk. Eisini tey við vánaligari immunverju, sigur Shahin Ga ni, sum er yvirlækni í infektiónsmedisini á Landssjúkrahúsinum. Eitt, sum fær summi fólk at ivast, hvørt tey skulu lata seg koppseta ella ikki, snýr seg eitt nú um, hvussu trygg koppsetingin man vera, og um hjáárin og møgulig seinárin. Ein koppseting skal ígjøgnum fleiri sokallaðar fasur, áðrenn hon kann góðkennast. Koppsetingin móti koronu hevur verið í øllum fýra fasunum, áðrenn vit yvirhøvur kunnu brúka hana. Hjáárin síggjast vanliga eini tveir til tríggjar mánaðir eftir, at ein persónur er koppsettur. Eru eingi árin komin hetta tíðarskeiðið, er ógvuliga sannlíkt, at eingi árin fara at koma, sigur Shahin Ga ni, sum sjálvur ætlar sær at fáa koppsetingina. Sendimaðurin fer í vikuni til Ísraels at gera fyrireikingar og kanningar í sambandi við, at sendistovan letur upp. Sendistova Føroya í Tel Aviv letur eftir ætlan upp fyrst í januar, sigur Uttanríkis og mentamálaráðið. Arbeitt verður við at fyrireika eina føroyska vinnuferð til Ísraels. Vinnuferðin verður so skjótt umstøðurnar viðvíkjandi COVID 19 loyva tí. Í fíggjarlógini fyri 2020 eru 1,6 milliónir krónur til sendistovu í Ísrael. Í uppskotinum um fíggjarlóg fyri næsta ár eru fýra milliónir krónur. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur svarað spurningum frá Jóhan Eli Poulsen, løgtingsmanni, um stongdar leiðir og royndarveiðu á Føroyabanka. Hann sigur, at ein arbeiðsbólkur gav Fiskimálaráðnum frágreiðing um friðaðar og stongdar leiðir fyri seks árum síðani. Har vóru uppskot um broytingar. Á stóru listaframsýningini Samrøður um mjørka list í Føroyum í 21. øld við føroyskum, bretskum og donskum listafólkum, sum øll taka støði í Føroyum á onkran hátt, valdi Kinna Poulsen at seta saman verk frá hesi øldini, sum kunnu samskifta ella samrøða á onkran hátt. At arbeiða við so nýggjari list, sum talan er um her, er eitt slag av grundgransking, tí vit eiga so at siga onga gransking av list, sum tekur støði í hesi øldini, sigur Kinna Poulsen, kurator. Luttakandi listafólkini á framsýningini eru Rannvá Kunoy, Hanni Bjartalíð, Hansina Iversen, Jóhan Martin Christiansen, Randi Samsonsen, Dennis Agerblad, Svend Allan Sørensen, Alda Mohr Eyðunardóttir, Julie Sass og Steinprent, Færøernes grafiske værksted Claus Carstensen, Ian McKeever, Mie Mørkeberg, Knud Odde, Bjarne Werner Sørensen, Torbjørn Olsen, Marius Olsen, Silja Strøm, Fríða Matras Brekku, Bjørn Nørgaard, John Kørner, Anna Sepp l , Zacharias Heinesen, Zven Balslev, Bárður Jákupsson, Tróndur Patursson, Øssur Johannesen, Carl Jóhan Jensen, Peter Laugesen, Tóroddur Poulsen, Peter Carlsen, Anker Mortensen, Jonas Hvid Søndergaard, Erik Heide, Kathrine Ærtebjerg, Kirstine Roepstorff og Margrethe Odgaard . Útlendsk kapping frá internet risum sum Amazon og broytingar í keypsmynstrinum hjá føroyingum gera, at neyðugt er at endurskoða skipanina fyri pakkar, sum fólk kunnu keypa uttanlands á netinum tollfrítt. Tollfría markið er í løtuni 300 krónur. Handilsvinnufelagið heldur, at verandi tollmark er kappingaravlagandi fyri virksemi hjá handlum í Føroyum, og mælir til, at tað verður broytt soleiðis, at handlar eisini sleppa at innflyta vørur tollfrítt. Joel undir Leitinum, stjóri í Posta, heldur hinvegin, at verður markið tikið av, verður umsitingin óneyðuga stór av tí at mannagongdin er tann sama, óansæð um virðið av pakkanum er undir ella yvir tollfría markinum. Samstundis koma vit at síggja, at væl fleiri pakkar verða sendir aftur. Sessurin undir grønlendska landsstýrisformanninum, Kim Kielsen, gjørdist munandi heitari um vikuskiftið, tá hann tapti formansvalið í stjórnarflokkinum Siumut fyri Erik Jensen. Sostatt gjørdist Erik Jensen nýggjur formaður í flokkinum, men hvat nú fer at henda, er óvist, sigur Jensine Berthelsen, politiskur redaktørur á miðlinum Sermitsiaq. Í fjør fingu 128 bilførarar 700 krónur í bót frá politinum fyri ikki at hava koyrikortið uppi á sær. Og higartil í ár hava 116 fólk fingið bót. Ummælið endaði sum ein heil bók við fyribilsheitinum Níggju tesur um Nólsoyar Páll og níggju søgufakligar meginreglur . Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur og professari, vitjaði í Nón. Hoyrið samrøðuna her Felagið Heimafriður hevur verið á fundi við Umhvørvisstovuna og Umhvørvis og Vinnumálaráðið, har greitt varð frá ætlaðu kunngerðini um hámarksvirði fyri gang frá skipum. Trina Eysturoy sigur, at hóast kunngerðin er gott stig á leiðini, loysir hon í sjálvum sær sjálvum ikki trupulleikan. Hon gevur nakrar karmar at arbeiða undir, men ábyrgdin og heimildin at gera nakað við larmin liggur enn sum áður hjá havnunum og kommununum, sigur Trina Eysturoy. Í kvøld spælir føroyska landsliðið við kvinnum sín seinasta dyst í hesi undankappingini á útivølli móti Norðurírlandi. Talan hevur verið um eina harða undankapping fyri føroysku kvinnurnar, sum hava tapt stórt fleiri ferðir, og ikki hava fingið nakað stig enn. Kortini er føroyski liskiparin, Ásla Johannsen, bjartskygd undan dystinum á Seaview Stadium í Belfast. Tað er altíð deiligt, tá dystur nærkast, og nú er tað ársins síðsti dystur. So vit geva tað allarsíðsta, sum vit eiga. Tað verður full drøn á kassan, sigur Ásla Johannesen. Norðurírland kann við sigri á Føroyum tryggja sær ein play off dyst til endaspælið. Eydnast tað norðurírum, er tað fyrstu ferð, og tí kunnu føroysku spælararnir vænta sær eitt fullhugað mótstøðulið. Tá liðini hittust á Tórsvølli, vunnu norðurírar 6 0, men venjarin hjá Norðurírlandi, Kenny Shiels, ávarar ímóti, at undirmeta føroyska liðið. Tær hava spælt hóast koronu, so tær ery ivaleyst væl fyri. Tær taptu stórt í teimum fyrstu undankappingardystunum, men nú eru tapini minni, sigur Shiels við BBC. Føroyar eru batnaðar, og eg havi víst mínum spælarum upptøkur, sum vísa, hvussu tær hava tikið seg fram. Vit mugu vera til reiðar, sigur norðurírski venjarin. Franskir myndugleikar hava slept ætlanini um at seta umstríddu politilógina í verk. Lógin skerjir rættin hjá fólki at filma løgreglufólk í tænastu. Lógin verður fullkomiliga broytt, og nýggj útgáva verður í staðin sett í verk, sigur formaðurin í LaRem flokkinum, Christophe Castaner. Leygardagin vóru fleiri túsund mótmælisfólk í gøtunum í París og mótmæltu, og løgreglan skal hava nýtt vatnkanónir og táragass móti mótmælisfólkunum, skrivar Reuters. Heilivágsfyritøkurnar, Pfizer og BioNTech, hava biðið evropeiska heilivágsstovnin um fyribils góðkenning til covid 19 koppingarevni. Korona hvøkkurin og Brexit óvissan hava ikki tikið áræðið frá føroyingum at stovna vinnulig feløg, tí higartil í ár eru í miðal stovnaði fleiri partafeløg, smápartafeløg og íverksetarafeløg samanborið við í fjør. Í fjør vórðu tilsamans 269 partafeløg, smápartafeløg og íverksetarafeløg stovnað, sambært Skráseting Føroya. Í seinnu helvt av november í ár var hetta talið umleið 260. Sostatt eru nærum 24 nýggj feløg stovnað um mánaðin í hesum árinum í ár, samanborið við góð 22 nýstovnaði feløg um mánaðin í fjør. Vinnuhúsið sigur, at talið av nýstovnaðum vinnufeløgum vaks nógv í 2017, tá lóggávan um íverksetarafeløg var komin í gildi. Áðrenn skipanin við íverksetarafeløgum kom í gildi, lá árliga talið av nýstovnaðum partafeløgum og smápartafeløgum millum 145 og 160. Men eftir 2017, tá skipanin við íverksetarafeløgum kom í gildi, hevur hetta talið ligið millum 265 og 275 nýstovnað vinnufeløg um árið. Løgreglan heitir á fólk um at vísa varsemi eftir eitt ferðsluóhapp hendi við Norðskálatunnilin fyri einum lítlum tíma síðani. Fyri løtu síðani segði Tina Jakobsen, vaktleiðari hjá Løgregluni soleiðis. Klokkan tíggju minuttir í hálvgum fýra seinnapartin fekk løgreglan boð um, at tveir bilar høvdu stoytt saman við Norðskálatunnilin Norðskálamegin. Í dag fara vit millum annað at hugleiða um giftig djór, kengurar, junglu risar, frumframførslur og rumenskan fólkatónleik. Og so er tað sjálvandi eisini ein rúgva av nýggjum og spennandi tónleiki á skránni. Í dag er fyrsti desember. Hetta merkir fyri summi, at jólafriðurin er í nánd, og fyri summi, at nú skulu jólagávurnar fáast til høldar. Onkur gongur í handlar, onnur keypa á føroyskum heimasíðum og uppaftur onnur keypa jólagávurnar á útlendskum heimasíðum. Men keypir tú frá einum útlendskum nethandli, og skal jólagávan undir jólatræið her heima í Føroyum jólaaftan, so skalt tú rokna við, at gávan dýrkar nakað. Í øllum førum um hon kostar meiri enn 300 krónur, sum er tollmarkið í Føroyum. Tað er ósemja um hvørt hetta tollmarkið er hóskandi. Summi halda, at einki tollmark burdi veri, meðan onnur halda, at markið skal lækkast niður á 0. Tað vil siga, at tollur og avgjøld skal gjaldast av øllum pakkum sum koma til landið. Taks metir, at umleið 8000 smápakkar við virði undir 300 krónur koma til Føroya um vikuna. Hesir pakkarnir verða ikki tollaðir, og einki avgreiðslugjald verður goldið til Posta. Vit tosa Jóel undir Leitinum, stjóra í Posta, og Eyðvør Berg, forkvinnu í Handilsvinnufelagnum. Arbeiðsvikan Samgonguumboðini í rættarnevndini taka ikki undir við at stytta arbeiðsvikuna til 37 tímar. Tað er greitt nú rættarnevndin hevur skrivað álit i málinum. Hinvegin tekur minnilutin, tað er Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin, undir við uppskotinum til samtyktar, sum Aksel V. Johannesen hevur lagt fram. Í útvarpsstovuni vóru Christian Andreasen, formaður í Rættarnevndini, og Ingilín Strøm, næstforkvinna í rættarnevndini. Grønland Sessurin undir grønlendska landsstýrisformanninum Kim Kielsen hitnaði nøkur stig um vikuskiftið, tá hann tapti formansvalið í stjórnarflokkinum Siumut til 45 ára gamla Erik Jensen. Neyðugt var við tveimum umførum, tá teir 71 luttakararnir á landsfundinum hjá Siumut um vikuskiftið skuldi velja millum Kim Kielsen og avbjóðararnar Erik Jensen og Vivian Motzfeldt. Í fyrsta umfari fekk Erik Jensen 35 atkvøður, Kim Kielsen 29 atkvøður og Vivian Motzfeldt fekk 7 atkvøður. Men tá formaðurin skal veljast við í minsta lagi 50 prosent av atkvøðunum var neyðugt við umvali millum teir báðar fremstu, og fekk Erik Jensen tá 39 atkvøður, meðan Kim Kielsen fekk 32. Sostatt gjørdist Erik Jensen nýggjur formaður í flokkinum. Men tað er enn óvist hvussu úrslitið av formansskiftinum fer at ávirka grønlendska sjálvstýri. Tað sigur Jensine Berthelsen, politiskur redaktørur í Sermitsiaq. Gjørt sendingina hava Barbara Holm, Arnfríð Joensen Dahl og Hallur av Rana. Luttakarar Jensine Berthelsen, Eyðvør Berg, Jóel undir Leitinum, Ingilín Strøm og Christian Andreasen Kommunur eiga at kunna velja púra frítt, hvørjum tær vilja samstarva við á eldraøkinum. Tað heldur borgarstjórin í Eysturkommunu, Jóhan Christiansen. Men borgarstjórin í Runavíkar kommunu ávarar ímóti frælsa valinum. Hetta kann geva A og B kommunur. Toskastovnurin er somikið illa fyri, at veiðan eigur at skerjast 47 prosent næsta ár. Tað er tilmælið frá altjóða havrannsóknarstovnurin ICES. Eftir ætlan fær landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum heimild til einsamællur at áseta fiskidagarnar fyri næsta fiskiár, sum byrjar á nýggjárinum. Tað skal hann gera við støði í eini umsitingarætlan. Og sambært henni kann fiskidagatalið bert stillast fimm prosent frá einum ári til annað. Næstformaðurin í stýrinum fyri Bú og Heimatænastuna í Suðri ávarar ímóti at broyta lógina, so tvungna samstarvið gerst sjálvboðið. Sambært Jóanis Lisberg hevur lítla kommunan, Fámjin, stórar eykaútreiðslur av eldrasamstarvinum í oynni. Tað hendir, samstundis sum aðrar kommunur í oynni ikki vilja gjalda sín part av rokningini Einfalda loysnin hjá næstformanninum í Bú og Heimatænastuni í Suðri er tí, at pengarnir frá landinum ikki verða fluttir til einstøku kommunurnar men í staðin beinleiðis til eldrasamstørvini. 1. desember er dagurin, tá komandi pisurnar á Glasir máta støddina á høvdinum til húgvuna í summar. Men dagurin er meira enn tað. Hann er eisini altjóða AIDS dagur. Hesin altjóða dagur fyllir lítið í hugaheiminum hjá teimum ungu. Og ikki uttan orsøk. Tí hóast dagurin hevur sítt pláss í álmanakkanum, so hevur hann lítið pláss í hugaheiminum sjálvt ikki hjá Fólkaheilsuráðnum, sum einaferð var eitt AIDS ráð. Sjóvarfalsdrekin í Vestmannasundi framleiddi í gjár fyri fyrstu ferð sjóvarfalsorku inn á elnetið hjá SEV. Og sjóvarfalsorka kann gerast ein týðandi partur av føroysku orkuframleiðsluni í framtíðini. Talan er um eina royndaverkætlan. Og verkætlanin er eitt samstarv millum SEV, Minesto og svenska orkustýrið. Kostnaðurin er 40 milliónir krónur og helvtina rindar Horizon 2020 grunnurin hjá ES. Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, vitjar sjónvarpsstovuna til samrøðu um nýggja møguleikan, sum framvegis er á menningarstigi men kann gerast ein týðandi partur av komandi íløgunum hjá SEV, tá tøknin er til reiðar. Landsstýrið hevur biðið løgtingið góðkenna, at landsstýrið setir í gildi karmsáttmálan millum Føroyar og Bretland um fiskiskap, sum varð undirskrivaður í Keypmannahavn 29. oktober. Tá verður greitt, hvørji tøl skulu setast í karmsáttmálan millum Føroyar og Bretland, sum kemur í gildi á nýggjárinum, tá Bretland fer úr ES. Serliga er møguleikin hjá Føroyum at fiska 30 prosent av føroysku makrelkvotuni í ES sjógvi týðandi, tí allur tann makrelurin verður fiskaður í bretskum sjógvi. Nevndin hevur biðið landsstýrismannin síggja til, at spurningurin um reglurnar fyri fiskimenn og mótrókningarreglur í sambandi við halgidagar og annað verður við í eftirmetingini. Sambært dómi hjá Føroya rætti í 2017 kann ALS ikki krevja inngjald av A inntøku, sum er vunnin í Noregi, hóast løntakarin fekk undantak frá at rinda sosial gjøld í Noregi. Løgtingið tekur undir við at leingja barsilsfarloyvið fýra vikur og hækka inngjaldið í Barsilsskipanina úr 0,71 prosentum upp í 0,86 prosent. Vinnunevndin finst at, at lógaruppskotið um broytingar í Barsilsskipanina ikki varð sent til hoyringar, hóast tað stendur í løglistanum, sum tingið fekk longu á ólavssøku. Nevndin mælir til, at Barsilsskipanin verður gjørd enn betri og meira tíðarhóskandi. Hetta skal gerast saman við pørtunum á arbeiðsmarknaðinum. Fjøruvegurin verður millum munnan á Eysturoyartunlinum og landsvegin omanfyri Bakkafrost á Glyvrum, og verður hálvan triðja kilometur. Í hesum poddvarpinum hittast Ria Tórgarð, Djóni Nolsøe og Helena Kannuberg fyri at tosa um nýggju skaldsøguna Gentan í verðini eftir Katrina Ottarsdóttir. Tosað verður um børn, sum hava tað trupult, trýkantsdrama, humor og mangt annað, sum kemur burturúr, tá 11 ára gamla gentan fortelur í bókini. Framsýningin Havið hevur longu verið opin í eina tíð á Listasavni Føroya, har til ber at síggja list, sum hevur við havið at gera. Føroysk listafólk hava, sum vera man, framleitt eina ørgrynnu av list, sum á ein ella annan hátt hevur samband við havið, og tað er nakað av hesari list, sum er at síggja á framsýningini í Listasavninum. Talan er bæði um siðbundnu veggjaprýðini, men eisini um nýggjari list, sum fevnir um alt frá tí, sum býr í havinum, til tað, sum er funnið fram við sjóvarmálanum. Eitt er tó, sum manglar, sigur Solveig Hanusardóttir Olsen, savnsvørður, og tað er tann listin, sum hongur á veggjunum kring um í føroysku heimunum. Vit vita, at føroyingar hava nógva list, sum ímyndar skip og bátar, og vit kundu hugsað okkum at fingið myndir av hesari list at vera part av framsýningini. So hevur tú eina mynd, sum kanska hevur eina góða søgu, so ber til at taka eina fotomynd av hesari og senda til tey á Listasavni Føroya. Myndin og søgan handan hana, um tú hevur eina søgu, verða so hongd upp á ein myndavegg í framsýningini. Myndin kann sendast til okkara. Har liggur ofta eitt trýst á nýggjum foreldrum, tí lívið broytist so kollveltandi tá lítla barnið kemur. Tí samstundis sum vøkunæturnar kunnu vera nógvar, og barnagrátur fyllir, so krevja foreldrini av sær sjálvum, at lívið skal síggja perfekt út. Tað nýtist ikki at vera so. Soleiðis sigur Margret Mortensen, parterapeutur, sum svarar spurningum frá lurtarum um lívið í parlagnum við smáum børum. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, Petur Háberg Jacobsen, nevndarformaður, og Mouritz Mohr, stjóri í Mest, skrivaðu undir avhendingarskjalið fyrrapartin í dag. Henrik Old í jólakalendaranum Jógvan Hansen við nýggjum jólalag Tróndur Arge um nýggja fótbóltsblaðið Ellivu Solveig Hanusardóttir Olsen um at Listasavn Føroya sóknast eftir málningum av skipum og bátum Margret Mortensen, parterapeutur, um smábørn í parlagnum Feilurin er komin, tá KT skipanin varð broytt í sambandi við, at eftirlønargjaldið skuldi leggjast aftrat barsilspengunum og ikki longur dragast frá pengunum, áðrenn teir vórðu goldnir. Hetta gjørdi, at útgjøld til eftirlønir ikki eru útreiðsluførd í rakstrinum, og tí er Barsilsgrunnurin ikki kravdur eftir allari upphæddini, sum Barsilsskipanin hevur goldið. Eginognin var tí góðar 11,2 milliónir krónur minni enn upprunaliga sagt við ársbyrjan í ár, so hon fór beint undir strikuna niður í minus. Neyðugt er tó ikki at hækka inngjaldið meira enn tey 0,15 prosentstigini, sum longu eru skotin upp, sigur Umhvørvis og Vinnumálaráðið. Kostnaðurin fyri Sandoyartunnilin er mettur til umleið 1,3 milliardir krónur, og tunnilin verður eftir ætlan liðugur í desember 2023. Inntøkurnar hjá Tvøroyrar kommunu næsta ár verða mettar til 86,1 millión krónur. Tað eru slakar fýra milliónir meira enn í ár. Vøksturin er 4,8 prosent. Nevndin heldur, at kravda koronukanningin hevur víst seg at vera eitt sera hent amboð til tess at avmarka koronusmittuna í landinum. Tað hevur framvegis stóran týdning at halda frástøðu, hava gott reinføri og at vera við hús, um illgruni eru smittu, sigur Farsóttarnevndin. Leygarkvøldið 5. desember verður leikurin Tann Komiska Tragedian frumsýndur í Løkshøll í Runavík. Sunnudagin eru so framførslur aftur í Løkshøll, og næsta vikuskiftið gongur leiðin í mentanarhúsið Salt á Drelnesi. Eva Bonfanti og Yves Handstad hava skrivað leikin, og tað er Marita S. Dalsgaard, sum leikstjórnar. Olaf Johannesen er einsamallur á palli, men hann spælir fleiri leiklutir bæði veruligar og fiktivar. Marita og Olaf vitjaðu í Nón mikudagin Tann Komiska Tragedian eitur leikur, sum verður frumsýndur í Løkshøll leygarkvøldið. Marita S. Dalsgaard hevur leikstjórnað, og Olaf Johannesen er á palli. Vit tosa við Olaf og Maritu. Hannis Martinsson og William Hammer eru saman á fyrsta sinni í nýggju krimiskaldsøguni Paranoia. Jógvan Isaksen, rithøvundur, greiður frá bókini. Og Hans Petur í Brekkunum var á gátt og segði okkum, hvat Føroya Symfoniorkestur fer at takast við næstu tíðina. Fyrstu átta vikurnar. 100 billiónir kyknur. 280 dagar. Eitt mannalív. Persónurin, tú ert, varð longu gjørdur, áðrenn tú bleivst til. Mátin tú smílist, tínir vanar, liturin á eygunum á tínum børnum tíðin í móðurlívi kann ávirka lív títt einaferð fyri allar. Og klokkan gongur. Hesin parturin sigur søguna um okkara fyrstu átta vikur mest hættisliga tíðin í móðurlívi. Hetta er tíðin, har alt viðvíkjandi hvørji vit eru, er óvist yrkisgøgnini mennast, hjartað slær sítt fyrsta slag, og møguliga verður avgjørt, hvussu leingi vit liva. Í hesum parti kanna vit tilgongdina, tá ein menniskja verður til ein glíðibreyt, har alt kann henda. Fyrsti partur setir út í kortið, hvussu tú umskapast frá evarska lítlari kyknu til fostur, sum líkist einum menniskja. Vit hitta fjórburarnar, sum sýna markið fyri menniskjans nøring, og kurvabóltsstjørnuna, ið hevur speglvend yrkisgøgn, hjartað høgrumegin og livrina vinstrumegin. Fyri tveimum árum síðani varð nýggja svimjihøllin í Runavík mett at kosta 66 milliónir. Nú er metingin, at hon fer at kosta umleið 100 milliónir. Tunnilsgjaldið fer at eta alla sparingina, sum stytta koyritíð gevur, og tískil verða pengar ikki til at røkja teir partar av landinum, sum missa busssambandið við Eysturoyartunlinum, eitt nú Sundalagið, sigur hann. Í apríl 1988 varð skeið hildið norðuri á kokkaskúlanum í Klaksvík, har tað stóra kalda borðið varð gjørt. Óluva Skaale og Jógvan Asbjørn Skaale luttóku. Á kommunuvalinum í farna mánað bleiv enn einaferð staðfest, at umhvørvismál eru framliga í huga hjá nógvum veljarum, tá Elsa Berg gjørdist fyrstvaldi kommunustýrislimur hjá Tjóðveldi í Tórshavnar kommunu við 519 persónligum atkvøðum. Umhvørvispolitikkur og grøn átøk vóru nevniliga millum nøkur av hjartamálunum hjá nyggja stjørnuskotinum á lista E. Og tað er eisini í samsvar við løgtingsvalið í 2019, tá millum annað Ingilín Strøm úr Javnaðarflokkinum og Hervør Pálsdóttir úr Tjóðveldi blivu valdar á ting. Báðar við sterkum grønum profili. Men hvat er hetta fyri ein grøn bylgja, sum hevur skolað yvir føroyskan politikk Vit tosa um hetta við Hallberu West, stjórnmálafrøðing, og í útvarpsstovuni eru Elsa Berg, Ingilín Strøm, Beinir Johannesen og Bjarni K. Petersen. Blasfemi Blasfemi ella gudsspottan, sum tað eitur í Føroyum hevur verið eitt lógarbrot í øllum teimum stóru heimsreligiónunum gjøgnum søguna. Men tað er ikki bara eitt heiti. Blasfemiskar útsøgnir verða tann dag í dag revsaðar við deyðarevsing í summum londum. Eisini í Vesturheiminum síggja vit avleiðingarnar av tælufrælsinum á tí einu síðuni og ákærur um blasfemi á hinari síðuni. Men hvørjar eru avleiðingarnar av blasfemi og religiónskritikki í einum globalum informatiónssamfelagi, sum er bundið saman við tøkni, interneti og sosialum miðlum Heini í Skorini, adjunktur í altjóða politikki á Søgu og samfelagsdeildini, hevur granskað í evninum blasfemi, og viðger tað saman við øðrum granskarum í bókini Blasphemies Compared, sum kom út í síðstu viku. Vit hava hitt Heina til eitt prát um evnið. Gjørtsendingina hava Barbara Holm, Arnfríð Joensen Dahl og Hallur av Rana Gestir Ingilín Strøm, Beinir Johannesen, Elsa Berg, Bjarni K. Petersen, Heini í Skorini og Hallbera West Tað boðar Marine Stewardship Council frá, sambært heimasíðuni. Góðkenning verður latin fyri burðardyggan fiskiskap. MSC tekur góðkenningina aftur, tí ov nógv verður fiskað av sild og svartkjafti í mun til vísindaligu tilmælini frá ICES, sigur Marine Stewardship Council. MSC heitir tí á ES, Bretland, Ísland, Føroyar, Noreg, Russland og Grønland um at tryggja silda og svartkjaftastovnarnar bæði yvir styttri og longri tíð. MSC ávaraði fyrr í ár strandarlondini um, at tað var møguleiki fyri, at tey mistu MSC góðkenningina, og nú verður góðkenningin tikin aftur. Sambært MSC, fiskaðu hesi londini 32 prosent meira sild í 2019 enn ICES mælti til. Í fjør misti eisini makrelurin sína MSC góðkenning. Heimið til børn og ung við autismu er nú boðið út aftur. Ætlanin er, at farast skal undir byggingina í vár. Heimið skal vera klárt at flyta í seinast í 2022, sigur Almannamálaráðið. Bjóðast kann upp á sjey fakarbeiðstøkur. Verkætlanin varð boðin út í fjør. Men tilboðini vóru nógv størri enn kostnaðarmetingin, so landsstýriskvinnan í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, gjørdi av einki tilboð at taka. Heimið í Kvíggjartúni á Argjum var tá mett at kosta góðar 42 milliónir krónur. Men lægsta tilboðið var 56 milliónir krónur. Sparingar eru gjørdar. Heimið er vorðið minni og einfaldari, og heimið verður nú í einari hædd. Men líka nógv pláss vera í tí sum í upprunaliga uppskotinum. Freistin at bjóða er til 18. januar. Hann verður millum Havnargøtu og Skálatrøð. Metingar siga, at tunnilin verður 1.000 metrar langur og fer at kosta 128 milliónir krónur. Kunngerðin um endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku er víðkað og send til hoyringar. Nú loyvir kunngerðin landinum at lata endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku, tá fólk ansa børnum við varandi sjúku ella breki. Men uppskot er um, at tey, sum ansa fólki undir fólkapensjónsaldri, sum hava seinheilaskaða, og doyggjandi fólki í heiminum, eisini kunnu fáa endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku. Endurgjaldið er í mesta lagi 25.000 krónur um mánaðin, umframt frítíðarløn og bundið eftirlønargjald. Broytta kunngerðin skal koma í gildi á nýggjárinum. Hoyringarfreistin er til 15. desember á middegi. Tað er koronukreppan, ið hevur verið sera kostnaðarmikil. Smittan, avmarkingar og parkerað flogfør eru orsøk til størsta undirskotið í søgu felagsins, skrivar Finans. Koronukreppan hevur broytt flogvinnuna fullkomiliga, og SAS er ikki sloppið undan, sigur Rickard Gustafson, forstjóri í SAS við miðilin. Roknskapurin 2020, sum er frá november 2019 til oktober 2020, vísir, at umsetningurin er minni enn helvtin av tí, hann var eitt ár frammanundan. Ferðafólkatalið á flogrutunum hjá flogfelagnum SAS er eisini minkað sera nógv. Í fjórða ársfjórðingi við 77 prosentum samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Hetta kom púra óvart á meg, sigur Ruth Thomsen. Eg eri sera fegin um henda heiðurin, og tað gevur mær árræði at halda fram við arbeiðinum. Hon er ein góð, virðilig rødd, sum er ein fantastisk umboðan fyri tey, hon arbeiðir fyri. Hon ber eitt brek, sum er ein partur av henni, men hetta er tó ongin forðing fyri at gera eitt megnarverk fyri nógv onnur menniskju. Frá í morgin, 4.desember, skulu lesandi, sum fáa liggjandi gestir úr reyðari sonu uttanlands, ikki koma í bygningarnar hjá Setrinum, fyrr enn gesturin hevur fingið negativa koronuroynd seks dagar eftir komu til Føroyar. Myndugleikarnir mæla frá allari óneyðugari ferðing til onnur lond, og tí eiga starvsfólk ikki at fara á arbeiðsferð uttan við loyvi frá dekani ella fyrisitingarstjóra, skrivar Setrið millum annað á heimasíðu síni, sum annars vísir til leiðreglurnar á korona.fo. Hetta er tíðin, tá fólk annaðhvørt heingja ella hanga jólaprýði upp. Vit siga annaðhvørt, tí tað kemur meira enn so fyri, at fólk siga hanga jólaprýði upp . Tað er ikki rætt, tí tá tú ert í holt við at prýða til jóla, heingir tú prýðið upp, og tá tú ert liðug at heingja tað upp, letur tú tað hanga í nakrar vikur, sigur Elin Henriksen, málkøn. Vit kunnu eisini fara undir eitthvørt, fara í holt ur við okkurt, leggja til brots, bróta upp úr nýggjum, fara í gongd við, fáa tað í lag, leggja fyri. Spell, at allar hesar orðingarnar verða avmarkaðar til at byrja , sigur Elin Henriksen og leggur dent á, at einki bagir orðinum byrja. Steðga hevur eisini breitt seg og verður eisini nýtt, har tað als ikki verður meint við at steðga. Tá ið tú steðgar, so er talan um ein steðg, og so verður farið í gongd aftur. Tí er løgið at siga til dømis steðga við at roykja, tí so ætlar tú at byrja aftur. Har kunnu vit til dømis siga leggja av at roykja , gevast at roykja . Í tilfari, sum Fíggjarnevndin hjá løgtinginum hevur fingið frá flogfelagnum, sæst, at Atlantic Airways eigur, ella eigur í seks feløgum, sum á ein ella annan hátt fáast við ferðavinnu. Atlantic Airways eigur partafelagið Hotel Atlantic 100 prosent. Hotel Atlantic leigar og rekur Hotel Hilton í Havn. Partapeningurin í Hotel Atlantic er 25 milliónir krónur Atlantic Airways eigur 50 prosent, tvær milliónir krónur, í Duty Free, 49 prosent, 500.000 krónur í Greengate Incoming, 31 prosent, 900.000 krónur, í Gjáargarði, 40 prosent, átta milliónir krónur, í Ognarfelagnum matrikkul nummar 1332e, sum eigur Hotel Hilton í Havn, og 20 prosent, 212.500 krónur, í NAX. Áður hevur flogfelagið átt í Gist og Vist, Norðlýsinum og Lakeside. Hotel Atlantic hevur sett 16 milliónir krónur í Ognarfelagið, sum eigur Hotel Hilton í Havn, 3,2 milliónir krónur í partapeningi og 12,8 milliónir krónur sum ábyrgdarlán. Flogførini og tyrlurnar hjá Atlantic Airways eru bókað at vera verd 452 milliónir krónur. Og felagið hevur tveir langtíðarleigusáttmálar um A320neo flogfør. Svøvnurin hevur ikki verið nógvur í nátt, viðgingu teir báðir Tummas við Skipá og Tróndur Hentze Sørensen, tá teir vitjaðu Góðan Morgun Føroyar stutt eftir kl 8. Nógv hevur verið at gera klárt, men kl 10 í morgun tendraði heimasíðan tosa.fo, og bjóðar nú teimum stóru av. Tað eru kanska mest teimum, sum ikki eru so etablerað, og tí hava brúk fyri nógvum haldum, sum vit eru spennandi hjá, tí hjá hinum veitarunum fært tú fyrimunir, um tú hevur fleiri hald. Ert tú lesandi ella stakur, so skalt tú eisini finna eitt hald til tín. Leiðin fram til dagin í dag hevur verið drúgv, tí byrjanin liggur afturi í 2016, og tað er hugurin, ið hevur drivið verkið, tá eingin løn var at heinta fyrstu tíðina. Tá eg valdi at satsa alt upp á hetta, so flutti eg heim til mammu og arbeiddi við hesum allan dagin, og koyrdi lastbil fyri at fáa endarnar at hanga saman, sigur Tummas við Skipá. Tosa er at finna á tosa.fo Tekniska nevnd í Tórshavnar kommunu samtykti í gjár eina royndarverkætlan við tveimum skundbussum, sum skulu koyra aftur og fram millum parkeringsøkið á Hálsi og miðbýin, frá klokkan 12 til klokkan 20. Tað fær álvarsligar avleiðingar fyri Havsbrún, at MSC góðkenningin fyri sildafiskiskap og svartkjaft verður tikin aftur 30. desember. Góðkenningin verður tikin aftur, tí ov nógv verður fiskað av sild og svartkjafti samett við vísindaligu tilmælini frá ICES, sigur Marine Stewardship Council. Nýggja samskiftisútgerðin hjá politinum, Kima, er eitt stórt stig fram á leið, og førir okkum væl inn í 21. øld, sigur Michael Boolsen, fúti, nú útgerðin Kima varð latin tilbúgvingini fyrrapartin. Eftir at grønlendska uppsjóvarskipið Polar Amaroq gavst at leita í síðstu viku, er niðurstøðan tann, at meiri lodna er eystanfyri Ísland enn hesa tíðina undanfarin ár. Leitingin nú byrjar um vikuskiftið og varar seks dagar. Fyrst í januar fer havrannsóknarskipið Árni Friðriksson at stovnsmeta lodnuna. Og ætlanin er síðani at máta stovnin tvær ferðir frá hálvum januar til síðst í februar. Fýra fiskiskip skulu leigast til at gera tær mátingarnar saman við Árna Friðrikssyni. Roknað er við 88 døgum hjá teimum fimm skipunum at gera hesar mátingarnar. Føroyar hava loyvi til at fiska fimm prosent av íslendsku lodnukvotuni, tó í mesta lagi 30.000 tons. ICES hevur hækkað tilmælið, tí íslendska havstovan fann nógva unglodnu í heyst, sigur miðilin Intrafish. MSC góðkenningin fyri sild og svartkjaft verður strikað 30. desember. Orsøkin er, at veiðan hjá føroyskum skipum og og skipum í hinum strandarlondunum eru ikki longur burðadygg. Men hvat merkir hetta fyri føroysku fiskivinnuna Fólkaheilsan er verri, enn vit geva okkum far um. Tað sigur Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum. Hann eftirlýsir, at nýggja heilsukanningin hjá Fólkaheilsuráðnum verður tikin í størri álvara. 40 ára klassingin av Ternuni verður meira umfatandi enn hildið, tá arbeiðið byrjaði seinast í oktober, sigur Strandferðslan í dag. Í gjár varð Jákup Sverri latin Fiskimálaráðnum, eftir at Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, og umboð fyri skipasmiðjuna Mest høvdu skrivað undir avhendingarskjølini. Havstovan sigur, at ætlanin er eisini at vísa almenninginum skipið. Nærri verður at frætta um tað seinni, og hvussu tað verður skipað við atliti at koronu. Mentamálanevndin í Tórshavnar kommunu hevur samtykt at játta fimm milliónir krónur til at umbyggja gula skúlan í Kongagøtu til dagstovn, so hann verður partur av Miðstovninum í miðbýnum. Heiðrikur og Lea hava eisini í felag gjørt teir fýra føroysku sangirnar, ið eru á útgávuni, sum er tikin upp, framleidd, ljóðblandað og mastera av Janusi Rasmussen og Sakaris Emil Joensen í Reykjavík. MSC góðkenningin fyri sildafiskiskap og svartkjaft verður tikin aftur 30. desember. Orsøkin er, at veiðan hjá Føroyum og hinum strandarlondunum ikki longur er burðadygg. Ov nógv hevur verðið fiskað av sild og svartkjafti í mun til vísindaligu tilmælini frá ICES, sigur Marine Stewardship Council. Sambært MSC, fiskaðu strandarlondini eisini Føroyar 32 prosent meira sild í 2019 enn ICES mælti til. Men vinnan er ymisk á máli um avleiðingarnar av mistu MSC góðkenningini. R kisfelagsskapurin Í níggju ár var Dan Knudsen sum Ríkisumboð beinleiðis bindiliðið millum Føroyar og Danmark, áðrenn hann fyri trimum árum síðan gavst í starvinum. Síðan tá hevur hann starvast í danska forsætisráðstovuni, men fyrr í vikuni takkaði hann fyri seg og vendi aftur til Føroyar. Dan Knudsen byrjaði annars sína starvsleið í føroysku fyristingini í 1997, tá hann bleiv fulltrúi í Fíggjarmálastýrinum. Men í 2000 tók hann við starvinum sum fíggjarfulltrúi á Ríkisumboðnum, sum hann røkti fram til 2005, tá hann gjørdist ráðgevi hjá stovninum. Í 2008 tók hann stigið víðari, tá hann gjørdist Ríkisumboðnum. Vit hava hitt Dan Knudsen til eina samrøðu um tíðina hjá honum sum danskur embætismaður í Føroyum og Ríkisfelagsskapin. Fólkaheilsa Fólkaheilsuráðið gav í síðstu viku út eina nýggja fólkaheilsukanning, ið varpaði ljós á likamligu og sálarligu heilsuna hjá føroyingum. Kanninign vakti ans og fekk eina blandaða móttøku. Ein móttøka, sum ørkymlar Magna Mohr, formann í Fólkaheilsuráðnum, sum var á gátt í útvarpsstovuni. Luttakarar Magni Mohr, Dan Knudsen, Pól Huus Sólstein, Odd Eliasen og Jacob Vestergaard. Gjørt sendingina hava Barbara Holm, Arnfríð Joensen Dahl og Hallur av Rana. Pól Huus Sólstein, stjóri á sølufelagnum North Pelagic, sigur, at tað kann ávirka prísin skeiva vegin, men at føroyingar hava eisini atgongd til marknaðir, ið ikki spyrja eftir MSC góðkenning. Útgerðin kollveltir ongan gerandisdag í bræði, men hon hevur nógvar møguleikar fyri framtíðina bæði hjá løgregluni og Føroya Tele, sum ætlar sær við henni út um landoddarnar. Í frágreiðingini verður staðfest, at serliga hava starvsfólkini á deildini í Argjaboðagøtu verið misnøgd, sum hevði við sær, at tað var stór útskifting av starvsfólki. Karmarnir hjá børnunum er heldur ikki nøktandi har, viðgerðarætlanirnar eru ov lítið ítøkiligar, og avvarandi eru ónøgd við vantandi kunning um børnini. Men aðalstjórin í Almannamálaráðnum sigur, at støðan á eind 10 er munandi frægari nú enn hon var, tá ið Løgtingsins Umboðsmaður var í februar og mars. Eftir uppskakandi sigurin á Eysturríki í fyrsta dystinum í altjóða fótbólti 12. september 1990 kyknar upp ein fótbóltsfepur í Føroyum, sum ber á brá av einari nýggjari fólksligari veking. Eftir einum degi hamskiftast føroyingar. Framfýsni loysir av uppgávulyndi. Nú er einki óført. Føroyar standa í brennideplinum. Útheimurin hevur uppdagað lítla oyggjasamfelagið í útnorðri. Og nú byrjar niðurteljingin til dystin, sum øll tosa um. 10. oktober skal spælast í Ítróttaparkini móti Danmark. Føroyingar í stórum tali leita til Keypmannahavnar, og í Danmark var áhugin fyri føroyska sensasjónsliðnum vorðin so stórur, at føroyska landsliðið var á hvørjari forsíðu í donsku bløðunum í døgunum fyri dystin. Rættiligur gravgangur var eftir atgongumerkjum, hóast dysturin sást beinleiðis í sjónvarpinum. Føroyar vóru í fokus í Danmark og í øllum Evropa við sum ongantíð fyrr. Danir høvdu ongantíð viljað spælt við sínum A landsliði móti Føroyum, men nú brynjaðu teir seg við øllum sínum bestu spælarum til EM dystin móti føroysku amatørunum, sum høvdu lopið hvøkk á fótbóltsheimin. Landsstýrismaðurin hevur svarað einum spurningi frá Bill Justinussen,løgtingsmanni, um føroyingar, sum sigla í Grønlandi, kunnu fáa stuðul til heilivág frá Heilsutrygd. Tað kunnu teir, um teir búgva og gjalda skatt í Føroyum, tí so rinda teir eisini til Heilsutrygd. Men føroyingar, sum búgva í Grønlandi, hava ikki rætt til at fáa stuðul frá Heilsutrygd. Skulu teir tað, er neyðugt at broyta heilsutrygdarlógina, sigur landsstýrismaðurin. Og hann heldur ikki, at lógin skal broytast, so fólk, sum búgva í øðrum londum enn Føroyum, kunnu rinda í Heilsutrygd og fáa stuðul haðani. Hesi fólk rinda ikki skatt í Føroyum. Heilsutrygdargjaldið megnar ikki einsamalt at fíggja allar heilsutrygdarveitingar. Restin verður fíggjað við skatti. Og fólk, sum ikki búgva í Føroyum, rinda ikki skatt í Føroyum. Føroyar hava fingið 2.000 tons av toski afturat í russiska partinum av Barentshavinum næsta ár. Føroyar og Russland hava gjørt fiskiveiðiavtalu fyri 2021. Flatfiskurin er óbroyttur. Har er kvotan 900 tons. Russland fær størri sildakvotu í føroyskum sjógvi. Kvotan hækkar 1.445 tonsum upp í 10.000 tons. Makrelkvotan er eisini størri enn í ár. Hon verður 14.500 tons, 2.000 tons størri enn í ár. Men svartkjafturin er tann sami, 82.000 tons. Ætlandi verður avtala gjørd næsta ár millum londini um talgildar veiðifráboðanir. Føroyar hava longu slíkar avtalur við Noreg og Ísland. Ikki verður avgjørt í hesum árinum, um Kim Kielsen heldur fram sum grønlendskur landsstýrisformaður, nú hann ikki longur er formaður í flokki sínum. Og tað verður ikki avgjørt í ár, tí nývaldi formaðurin, Erik Jensen, er farin heim til Sisimiut í jólafrí, skrivar KNR á heimasíðuni. St le Solbakken varð í gjár settur í starv sum norskur landsliðsvenjari í fótbólti, minni enn tveir mánaðir eftir at hann fekk sekkin í danska stórfelagnum FC Keypmannahavn. Solbakken tekur við starvinum nú mánadagin 7. desember og avloysir svian Lars Lagerb ck, sum hevur havt leiðsluna av norska landsliðnum síðani februar 2017. Hann hevði sáttmála til og við 2022, men fer altso úr starvinum nú. Forsetin í norska fótbóltssambandinum, Terje Svendsen, sigur, at Noreg við starvssetanini hugsar longri fram í tíðina, og Solbakken hevur fingið ein sáttmála, sum gongur fram til 2024. Í farnu EM undankapping endaði Noreg á triðja plássi í sínum undanbólki, aftanfyri Spania og Svøríki, men frammanfyri Rumenia, Føroyar og Malta. Noreg vann báðar dystirnar móti Føroyum, 2 0 á Tórsvølli og 4 0 í Oslo. Lutakast verður til komandi HM undankapping nú mánadagin, sama dag sum St le Solbakken alment tekur við sum norskur landsliðsvenjari. Vandin fyri, at fuglakrím smittar fólk er sera lítil, sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan. Fuglakrím er sjúka, sum allir fuglar kunnu fáa. Sjúkan kann smitta frá villum fugli til heimafugl, antin beinleiðis frá fugli til fugl, ella óbeinleiðis umvegis umhvørvið. Virusið kann liva í umhvørvinum í minst 50 dagar. Vanlig sjúkutekin hjá smittaðum fugli eru niðursettur matarlystur, høvdið hovnar og fuglurin fær trupulleikar við andaleiðini. Sjúkan rakar fugl av høsnaslagi harðari enn fugl av dunnuslagi. Heilsufrøðiliga starvsstova minnir á, at bara fólk, sum hava fastan bústað í Føroyum, kunnu hava hund ella kettu við, tá tey fara uttanlands. Treytin er, at djórini skulu verða koppsett fyri tær vanligastu og tær vandamiklastu sjúkurnar í góðari tíð, áðrenn tey fara av landinum. Krav er eisini um heilsukanning hjá djóralækna og viðgerð fyri sníkar, parasittar, bæði fyri fráferð og eftir afturkomu til Føroya. Tað samtykti Fólkatingið við stórum meiriluta í gjárkvøldið. Sostatt verður punktum nú sett fyri danska olju og gassævintýrinum, skrivar dr.dk. Eg haldi, at vit nú hava tikið eina søguliga avgerð fyri Danmark. Við breiðari undirtøku hava vit gjørt eina avtalu fyri framtíðina í Norðsjónum, sigur danski umhvørvismálaráðharrin, Dan Jørgensen. Danmark hevur sum mál, at øll orka skal vera grøn í seinasta lagi í 2050. Við hesi avtaluni kunnu nýggjar boringar gerast, um talan er um øki, har boringar longu eru, men eisini her er galdandi, at ongar boringar verða gjørdar eftir 2050. Flokkarnir í semjuni eru Sosialdemokratarnir, Radikali flokkurin, Vinstri, SF, Konservativi flokkurin og Danski Fólkaflokkurin. Umframt at samtykkja at gevast við olju og gassleitingum eru flokkarnir eisini samdir um at gera arbeiðsskapandi átøk í Esbjerg, har tey flestu arbeiðsplássini í donsku oljuvinnuni eru. Tað er eitt lítið ár síðani danska stjórnin boðaði frá, at avgerðin um leitiloyvir í Norðsjónum varð útsett, meðan kannað varð, hvørjar búskaparligar og umhvørvisligar avleiðingar kundu standast av eini avgerð um at gevast við leitingarvirkseminum. Fýra oljufeløg høvdu tá søkt um loyvi at leita eftir olju og gassi í Norðsjónum, men síðani hava trý av teimum tikið sína umsókn aftur, og einasti umsøkjarin, sum nú var eftir, var bretska Ardent Oil. Fleiri onnur lond hava longu tikið stigið at gevast við at leita eftir nýggjum olju og gasskeldum. Teirra millum eru Frakland, Nýsæland, Kosta Rika og Belise. Í 2016 var ársins orð hjúnabandslóg. í 2017 var tað fiskivinnunýskipan. Ársins orð í 2018 var ræstkjkøtaburgari og í fjør var tað heimafriður, ið fekk flestar atkvøður. Í útvarpsstovuni vóru Ragnar Sigrunarson, málsligur ráðgevi og samskipari í Málráðnum, Jón Brian Hvidtfeldt, formaður í felagnum fyri Føroysk miðlafólk og Lív Egilsdóttir Olsen, forkvinna í Samfelagnum, sum er felagið hjá føroyskum samfelagsfrøðingum. Hvat er ein jødi Í hesi fyrstu sending um jødarnar fara vit heilt aftur til ættfaðirin Ábraham. Í aðru sending, næsta sunnudag, fylgja vit við í ferðini hjá Ábraham og Lot. Meirilutin í Vinnunevndini, Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Framsókn, vil ikki geva Helga Abrahamsen, landsstýrismanni, loyvi til at áseta afturlatingartíðirnar hjá skeinkingarstøðunum. Minnilutin í Vinnunevndini, Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin, tekur undir tó við uppskotinum, men vil hava heimildina at vera galdandi til 1. februar næsta ár. Ritan fer á sleipistøð týsdagin 8. desember, og meðan hon er á sleipistøð, røkir Jósup siglingina millum Hvannasund, Fugloy og Svínoy. Strandferðslan sigur, at til skráarnir í Nólsoy og á Bursatanga Havn eru lidnir at taka í nýtslu, leggur Erla Kongsdóttir at við skipssíðuni. Ternan er til 40 ára klassing. Ætlanin var, at hon skuldi fara aftur í sigling fyri jól, men nú vísir tað seg, at arbeiðið er meira umfatandi, og tí fer Ternan ikki aftur í sigling í ár. Ábraham fór úr Ur í Kaldea, nú Irak, til Kánaans land, og Lot settist niður á Jordan slættanum. Ferðin til tað lovaða landið er byrjað. Í triðju sending, næsta sunnudag, boðar Gamla Testamenti frá ræðuligum hendingum. Og vandi er fyri ójavnari kapping í hotellvinnuni. Tað sigur Fíggjarnevndin hjá løgtinginum í álitinum um eykajáttanarlógina. Álitið kom í gjár. Nevndin tekur kortini undir við at lata Atlantic Airways 100 milliónir krónur, sum landsstýrið hevur biðið um. Nevndin leggur tó dent á, at pengarnir ikki verða brúktir í sambandi við hotellvirksemi. Johan Dahl, Beinir Johannesen og Jákup Mikkelsen, sum umboða samgonguflokkarnar í Vinnunevndini, siga tað vera átaluvert, at landsstýrið aftur biður um at sleppa at gera av, nær skeinkingarstøð lata aftur. Hóast Vinnunevndin longu í summar segði, at landsstýrið eigur at fáa sær rættar heimildir at forða fyri smittuspjaðing, hevur landsstýrið ikki gjørt tað. Tá landsstýrismaðurin í vinnumálum í summar bað um heimild til at steingja matstovur og skeinkingarstøð, segði Vinnunevndin, at tað er ikki í samsvari við gott lógarsmíð at brúka matstovulógina til hetta endamálið, sum er at forða fyri smittuspjaðing. Stórar mannfjøldir eru eisini aðrastaðni, enn í matstovum og skeinkingarstøðum, og tí er brúk fyri einari lóg, sum umfatar øll støðini, har sum nógv fólk koma saman. Nevndin sigur eisini, at landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur evstu ábygd av smittuverju, ikki landsstýrismaðurin í umhvørvis og vinnumálum. Meirilutin í Vinnunevndini, Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Framsókn, vil ikki geva Helga Abrahamsen, landsstýrismanni, loyvi til at áseta afturlatingartíðirnar hjá skeinkingarstøðunum. Minnilutin í Vinnunevndini, Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin, tekur tó undir við uppskotinum, men vil hava heimildina at vera galdandi til 1.februar næsta ár. Um koronusmittan aftur ger um seg millum jól og nýggjár, er neyðugt, at lógin ikki fer úr gildi á nýggjárinum, siga samgongumenninir í Vinnunevndini. Jødarnir flýddu til Arabia, tá ið Jerusalem fall. Muhammed er, sum 40 ára gamal, út fyri ógvusligum opinberingum. Islamska trúðarjáttanin er Tað er bara ein Gud, og Muhammed er hansara profetur. Í sættu sending, næsta sunnudag, lýsir Innosens pávi jødarnar í bann. Jødarnir eru fyri ógvusligum hatri og forfylging frá teimum kristnu. Teir eru spjaddir millum allar tjóðir. Lív teirra verður lagt upp í hendurnar á teirra grimu fíggindum. Í sjeyndu sending, næsta sunnudag, hevur eingin framt slíka menniskjapíning sum inkvisitorarnir. Við amerikonsku frælsislýsingini í 1776 fáa jødar somu viðurkenning sum øll onnur fólkasløg. Í gomlu verðini livdi miðøldin framvegis. Í níggjundu sending, næsta sunnudag, finna jødar satt frælsi í Sambandsríkinum Amerika. Europa misti teir allarflestu av sínum dugnaligastu jødum, tí at teir, sum ikki vórðu týndir í Europa, dugnaðu Amerika bæði Norður og Suðuramerika. Londini har góvu jødum rættindi, sum bara fá ráðandi í Europa untu teimum. Jødar flyta í stórum tali til Norðuramerika og Suðuramerika. New York City er størsti jødiski býur í verðini. Her býr hálvtriðja millión jødar. Í roynd og veru er staturin Ísrael stýrdur úr USA. Og, sum so ofta sagt, er einasta loysn á kreppuni í Miðeystri friður. Á Barnaverndarstovu Føroya standa tey spyrjandi, nú landsstýriskvinnan í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, hevur slept ætlanini um at byggja nýtt barnaheim. Løgmanni kunnugt hevur einki samskifti verið millum landsstýrið og donsku stjórnina um at loyva donskum skipum í føroyskan sjógv at fiska. Løgmaður sigur, at hann hevur eisini spurt seg fyri hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum og landsstýrismanninum í uttanríkis og mentamálum, um teir kenna nakað til, at donsk skip vilja í føroyskan sjógv at fiska, um tey missa rættindi í bretskum sjógvi. Tað gera landsstýrismenninir ikki. Teir hava heldur ikki fingið fyrispurningar, áheitanir ella annað frá donsku fiskivinnuni um møguliga atgongd til føroyskan sjógv at fiska, sigur Bárður á Steig Nielsen. Fýra fiskiskip eru fyrstu ferð skrásett í Føroyum síðani løgtingsvalið í fjør. Og Vørn kunnugt eru eingi donsk áhugamál upp í hesum skipum, sigur løgmaður í svarinum til Beintu Løwe. Í hesum døgum syngur hann opera á Tjóðpalli Føroya, og um vikuskiftið er hann eitt av høvuðsnøvnunum á stuðulstiltakinum hjá Barnabata. Ernst Sondum Dalsgarð er gestur í Nón. 26 lesandi úr øllum heiminum á arkitektaskúlanum í Keypmannahavn skulu brúka ein heilan mánað í Føroyum, her tey arbeiða við hvør síni verkætlan, ið tekur støði í burðardyggum hugskotum til fjarskotin økir. Vit tosa við svensku Lottu E. Locklund, ið hevur gjørt ein klemmuvest. Hoyrið sendingina her Tað var fyrr í vikuni, at tað kom fram, at tað fór at standa Klaksvík á skeltinum á frákroyringini í rundkoyringini í Eysturoyartunnlinum, sum vístir til frákroyingina upp til Rókina og eystara arm á Skálafjørðinum. Hetta fall nógvum runavíkingum fyri bróstið, tí teir hildu, at tað átti at staðið Runavík heldur enn Klaksvík , og mikil orrusta stóðst av skeltingini á sosialu miðlunum. Borgarstjórin í Runavíkar kommuna, Tórbjørn Jacobsen, lá ikki sjóvarfallið av sær, og hevur nú fingið tilsøgn frá Landsverkið, at skeltingin verður broytt, tí hon gevur ikki meining, heldur borgarstjóri n. Stjórin í Landsverki, Sigurd Lamhauge, hevur valt at ganga Tobba á møti í skelti spurninginum. Sigurd Lamhauge sær fyri sær, at tað fara at standa bæði Runavík og Klaksvík við frákoyringina upp til Rókina, Runavík og eystara arm av Skálafjørðinum. Nevndin í Pedagogfelagnum gekk rættiliga einsamøll í vár við kravinum um vandaviðbót. Men nú eitt hálvt ár seinni fær felagið óbeinleiðis stuðul frá Etiska Ráðnum. Leiðreglurnar, sum Etiska Ráðið hevur umsett og lagt út í síðstu viku, snúgva seg um etiska handfaring av smittusjúkum. Tær eru skrivaðar til Heimsheilsustovnin longu í 2016. Har stendur millum annað, at Tey, ið arbeiða í fremstu røð, eiga at fáa rímiliga samsýning afturfyri. Kravið frá Pedagogfelagnum um vandaviðbót varð so illa móttikið, bæði í almenningum og millum limir í Pedagogfelagnum sjálvum, at nevndin noyddist at bakka fyri trýstinum og taka kravið um vandaviðbót aftur. Steðgur er komin í samráðingarnar um nýggjan sáttmála til pedagogarnar. Formaðurin í Pedagogfelagnum útihýsir ikki møguleikanum fyri at taka uppskotið um vandaviðbøtur úr ruskspannini aftur, tá samráðingarnar væntandi byrja eftir nýggjár. Løgtingsins umboðsmaður kom í gjár við frágreiðing, sum vísir á, at álvarsligir trupulleikar eru í pørtum av barnaheimsøkinum, tá hon var á eftirlitsvitjan í vár. Í 2050 fer Danmark at gevast við at útvinna olju úr danska partinum av Norðsjónum, og fleiri onnur lond hava tikið líknandi, prinsipiellar avgerðir. Men í Føroyum livir vónin um at finna olju á føroyska landgrunninum framvegis. Jan Müller í nógv ár fylgt neyvt við oljuvinnuni í Føroyum. Fyrrverandi blaðstjórin arbeiðir í dag hjá Føroya Oljuídnaðarbólki. Grøna kósin hjá donsku stjórnini hevur við sær, at Danmark ikki fer undir fleiri leitingar eftir olju, og landið steðgar allar útvinnan av olju í 2050. Og tí hava Føroyar framvegis vónir um at útvinna olju úr landgrunninum, 28 ár eftir at Atli Dam og Poul Schl ter, táverandi løgmaður og forsætisráðharri, undirskrivaðu semjuna um føroysku undirgrundina. Kinna Poulsen er fastur kurator í skiftandi framsýningini í Víngarðinum í Tróndargøtu í Havn. Listafólkini, ið sýna fram, eru Bárður Jákupsson, Randi Samsonsen, Fríða Matras á Brekku og Hansina Iversen. Vikuskiftissendingin var á gátt í Víngarðinum Sámal Tróndur Finson Johansen er stjóri í Tjóðskjalasavninum og verkætlanarleiðari av Ættarbandsskránni. Hann greiðir frá, hvussu Tjóðskjalasavnið skipar arbeiðið við skránni, og hvat stovnurin leggur dent á í arbeiðnum. Fleiri av teimum somu persónunum ganga aftur í ættarbandsskránni, og so við og við fæst at vita, hvussu støðan er við innannøring í Føroyum. Vit spurdu Sámal, hvussu nógvir føroyingar eru í ætt við eitt nú Heina Havreka, og svarið er ikki tespiligt. Hoyr innslagið her SMS hevur sett 100.000 krónur av til jólahjálp, og peningurin verður býttur sundur til hundrað gávukort á 1000 krónur. Hjálpin er serliga ætlað støkum uppihaldarum við børnum, men pør við børnum kundu eisini søkja. HB er favorittur, tá føroyameistarin tekur ímóti Víkingi í finaluni um Løgmanssteypið í dag. Men HB er ikki Real Madrid, sigur liðskiparin hjá Víkingi, Atli Gregersen, meðan Teitur Gestsson, sum ber liðskiparabandi fyri HB væntar ein javnan dyst. Steypafinalan verður send bæði í sjónvarpinum og útvarpinum hjá Kringvarpinum. Sjónvarpið byrjar at senda klokkan trý, og útvarpið byrjar fimm minuttir í fýra. Hann var eitt av størstu nøvnunum í føroyskum fótbólti, men frá degi til dags gavst hann og halgaði alla sína tíð til tónleikin. Hann bleiv floytuspælari, men fekk seinni fast starv á kongligu operuni í Keypmannahavn sum sangari. Nú er hann pensioneraður , men syngur við sama lag. Í hesum døgum er hann partur av teaturkonsertini Soir e fantastique á Tjóðpalli Føroya, og um vikuskiftið er hann eisini eitt av høvuðsnøvnunum á stóra tiltakinum í Hoyvíkar kirkju hjá Barnabata, sum savnar inn pening til børn í fátækraváða. Jambalaja er komin í jólahýr. Jólasangir eru á skránni í dag. Fleiri nýggir, men eisini nakrir søguligir, og so skulu vit hoyra eina spildurnýggja føroyska innspæling av einum sermerktum jólasangi hjá Willie Nelson. Tað gevur ikki meining at broyta skelti í Eysturoyartunlinum, so at tað stendur Runavík ístaðin fyri Klaksvík, tá tunnilin kemur upp í Saltnesi, sum er í Nes kommunu. Tað sigur borgarstjórin í Nes kommunu, Jóhannus Danielsen, sum er spyrjandi, nú Landverk hevur avgjørt at broyta skeltið í rundkoyringini í Eysturoyartunlinum. Jan hevur í mong ár drigist við vánaliga heilsu og einsemi. Nú skal hann skurðviðgerast, hetta er einasta loysn, um hann skal liva. Bussførarin Flemming er ein av teimum mongu ófaklærdu monnunum, sum aldri fekk familju. Hann leitar eftir tí einastu einu og gongur í veitslur fyri støk og kekkar deytingsíður. Men tað er ikki sum at siga tað, tí modernaða kvinnan er krevjandi, heldur hann. Lagt til rættis Michael Plejdrup. Fleiristaðni í Svøríki bíða fólk ótolin eftir at fáa atgongd til breiðband. Vitjað verður á Matfors, har fólk hava bestan hug at skifta veitara í vón um at fáa skjótari atgongd til fipur. Programml. Inger Ljung Olsson. Í oktobur 2018 keypa Bill og Maria tað forfalna Palazzo Cirillo í býnum Termini Imerese á Sicilia men hvat hava tey í grundini keypt Fyri at kunna gjøgnumføra ætlanina fyri rímiligan penga mugu tey umvæla so nógv, sum til ber, sjálvi. Málið er at fáa húsini liðug til jóla 2019. Jon Kvalvik er vestasti íbúgvi í Noregi, og nábúgvin Johanna er næstvestast. Langt, langt úti í havinum hava fiskakeyparin og tann pensjoneraða lærarinnan ment eitt vinalag, sum ger, at tey klára seg heilt í útjaðaranum av noregskortinum. Hesa ferð snýr tað seg um, hvussu umráðandi konsistensurin er fyri ein matrætt. Zandra ger spaghetti carbonara, og Zeina ger pannukøkur úr ymiskum londum. Saman gera tey mat og geva góð ráð, so tú kanst gerast betri heimakokkur. Dreamin og A Little In Love eru størstu hittini á plátuni, sum Alan Tarney framleiddi. Framvegis spæla útvarpsstøðirnar lagið Dreamin , so hon er ein varði í poppinum. Eisini framleiðsluhátturin var fyridømi hjá øðrum áttatiára framleiðarum. Í stóru finaluni, sum fór fram í arkitektonisku perluni hjá Musikkskúlanum í Vágum, nevniliga Gamla Skúla í Sørvági, varð lagt út við samrøðu við Jákup á Stongum, arkitekti, sum hevur teknað framúrskarandi samanrenningina millum Gamla Skúla og nýggja bygningin, sum Jákup eisini hevur teknað. Síðani hittu vit leiðaran fyri Musikkskúlan í Vágum, Eirikur Skála, samstundis sum tríggir næmingar meistarliga framførdu hvør sítt stykki. Fyrst var tað 9 ári gamli Aron á Borg Holgarson, ið spældi klaver, síðani 12 ára gamla Anna Sofía Hentze, ið spældi kornett, meðan Holgar Johannesen, musikskúlalærari, spældi klaver, og seinasti næmingurin var Ranja Maria Tórfinsdóttir, ið er 14 ár og spældi tvørfloytu. Eisini her spældi Holgar undir. Og síðani varð skjøtil settur á spennandi finaluna millum blaðstjóran á Norðlýsinum, Jóhann Lutzen, og Emil Lisberg Jacobsen, kringvarpsmann, við annað borðið, og prestarnar Marjun í Kálvalíð og Bergtór Hjelm Bjarkhamar við hitt borðið. Tú kanst hoyra spennandi og fjølbroyttu finaluna her Í Danmark gerast færri fólk sjúk av influensu, lungnabruna, meningitis og kikhosta enn vanligt er fyri hesa árstíðina. Tað vísir nýggj kanning frá danska Statens Serum Institut. Vit síggja, at talið av sjúkum, sum minna um meningitis, blóðeitran, influensa og ymiskar virussmittur, sum kunnu føra til lungnabruna og kikhosta, er minkað nógv. Tað eru sjúkur, ið smitta á sama hátt, sum koronusmittan, sigur Palle Valentiner Branth, sum er lækni og deildarleiðari á Statens Serum Institut. Hóast danska samfelagið nú er farið nakað upp í ferð aftur síðani í vár, vísa tølini enn, at færri fólk gerast illa fyri av sjúkum, sum smitta við dropasmittu, eins og korona ger. Tað er ótrúliga áhugavert, at smittuverjuátøkini, ið skulu verja okkum móti koronusmittuni, hava so jaligar avleiðingar. Tað er ein sigur fyri galdandi leiðreglurnar um reinføri, sigur Palle Valentiner Branth við Danmarks Radio. Í morgin verður nýggja avloysaraskipið hjá Strandferðsluni, Erla Kongsdóttir, doypt. Í tí sambandi verður skipað fyri hátíðarhaldi. Russar fara nú í holt við eina umfatandi koppsetingarætlan fyri koronusmittuna. Læknar í russiska høvuðsstaðnum Moskva skulu koppseta tey mest útsettu fyrst og síðani hinar íbúgvarnar. Talan er um eitt koppingarevni, sum russar sjálvir hava ment. Sambært russiskum granskarum verjir koppingarevnið móti koronu við 95 prosentum. Enn er ógreitt, hvussu nógv koppingarevni russisku myndugleikarnir kunnu framleiða. Borgarstjórin í Moskva, sigur, at í fyrstu atløgu verður koppingarevnið bjóðað teimum, sum eru í aldrinum 18 til 60, sum arbeiða í skúlum, í sjúkrahúsverkinum og í russiska herinum. Hesin listin fer at vaksa, so hvørt sum meira koppingarevni verður framleitt, skrivar BBC. Bahrain í Persaflógvanum fer ikki at loyva innflutningi av ísraelskum vørum, sum eru framleiddar í búsetingum á hersettum palestinskum øki. Tað skrivar BNA sambært Reuters. Tíðindini samsvara ikki við tað, sum handilsmálaráðharrin í Bahrain segði fyrr í vikuni um innflutning úr Ísrael. Tá nevndi hann møguleikan at innflyta vørur frá ísraelsku búsetingunum, og at Bahrain ikki fer at gera mun, um vøran er framleidd í Ísrael og á hersetta Vestara Áarbakka og Golanherðunum. ST trygdarráðið hevur í fleiri samtyktum staðfest, at bæði hersetingin og búsetingin eru ólógligar. Stóri trupulleikin í allari ósemjuni millum arabisku londini og Ísrael er spurningurin um Palestina. Í september komu diplomatisku viðurskiftini millum Bahrain og Ísrael aftur í rætt lag. Bahrain er seinasti arabiski staturin, sum hevur gjørt avtalu við Ísrael um at normalisera viðurskiftini við Ísrael. Í august samdust Ísrael og Sameindu Arabisku Emiratini um hetta. Undan tí vóru tað bara Egyptaland og Jordan, sum høvdu diplomatiskt samskifti við Ísrael. Italienska løgreglan framdi í gjár atsókn móti einum kriminellum netverki, sum er undir illgruna fyri at hava smuglað migrantar til Evropa. 19 fólk vórðu handtikin í atsóknini. Netverkið er undir illgruna fyri at hava hjálpt migrantum frá millum annað Afganistan, Iran, Irak og Pakistan at koma til Evropa við seglbáti. Millum tey handtiknu eru fólk úr Irak, Afganistan, Kurdistan og Italia. Tey hava millum annað falsað skjøl, sum hjálptu migrantunum at søkja um uppihaldsloyvi í Evropa. Løgreglan hevur kannað málið síðani 2018, eftir at 10 bátar komu til Italia úr Turkalandi og Grikkalandi, og ikki úr Libya, sum vanligt var, skrivar NTB. Ongar politiskar ætlanir eru í Føroyum um at steðga leitingini eftir olju. Tað sigur landsstýrismaðurin í vinnumálum, Helgi Abrahamsen. Danir fara ikki at geva fleiri loyvi til at leita eftir nýggjum olju og gasskeldum í Norðsjónum. Hetta samtykti Fólkatingið við breiðum meiriluta fyrr í vikuni. Men í Føroyum er søgan ein onnur. Í løtuni er einki loyvi boðið út, men stórur áhugi er fyri at leita eftir olju í føroyskum øki, sigur landsstýrismaðurin í umhvørvis og vinnumálum. Fíggjarnevndin hjá løgtinginum leggur í hesum døgum seinastu hond á fíggjarlógina fyri 2021. Nevndin skal hava skrivað álitið í næstu viku, sigur Magnus Rasmussen, sum er formaður í Fíggjarnevndini. Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, sigur í dag, at um álitið kemur úr Fíggjarnevndini mánadagin í aðru viku, verður onnur viðgerð av fíggjarlógini mikudagin 16. desember. Pengarnir skulu nýtast til Eitt mentanarhús á Tvøroyri og eitt í Miðvági, føroyska talukennaran, dokumentarfilmar og nýggja føroyska grønlendska orðabók. Metnógv eru smittað við koronu í Danmark. Seinasta samdøgrið hava 1.745 danir fingið koronusmittuna. Tað vísa nýggjastu tølini hjá danska Statens Serum Institut. 23 danir vóru innlagdir seinasta samdøgrið og samlaða talið av innløgdum við koronu er nú 302. 42 teirra eru innløgd á intensivari deild, og 26 sjúklingar fáa hjálp frá andingartólum. Í dag hava framsøgufólk úr øllum politisku flokkunum verið á fundi við Magnus Heunicke, heilsumálaráðharra, um koronustøðuna. Tí verða herd tiltøk væntandi sett í verk ein av komandi døgunum. Vit síggja ein vøkstur sum er eksponentiellur, og tí er tað alneyðugt við herdum tiltøkum, men tiltøkini verða møguliga avmarkað lokalt, sigur Peder Hvelplund úr Eindarlistanum. Føroysku fólkatingslimirnir, Sjúrður Skaale og Edmund Joensen, hava gjørt avtalur við donsku stjórnina fyri knappar 50 milliónir krónur á donsku fíggjarlógini fyri 2021. Sambandsflokkurin á Fólkatingi hevur eitt nú gjørt avtalu um fígging til at bøta um fysisku karmarnar hjá Kriminalforsorgini í Føroyum. Talan er um eitt forarbeiði, sum skal kanna møguleikarnar fyri ábøtur. 1,5 milliónir krónur eru settar av til endamálið. Stjórnin hevur somuleiðis játtað 600.000 krónur til ein nýggjan sóljubuss til Trivnaðargrunnin fyri Sjúklingahotellið Tórshavn. Javnaðarflokkurin á Fólkatingi hevur gjørt avtalu við donsku stjórnina um pengar til, at Pakkhús 18 á Tvøroyri skal setast í upprunaligan stand, nýtt sjósavn og mentanarhús skal byggjast í Miðvági, og føroyski talukennarin skal gerast liðugur. Samlaða upphæddin er 18,2 milliónir. Í felag og saman við hinum norðuratlantisku umboðunum hava fólkatingslimirnir fingið avtalu í lag um 26,8 milliónir krónur, ið skulu í eina filmspulju, sum hevur til endamáls at upplýsa um ríkisfelagsskapin. Puljan byggir víðari á góðar royndir við tí fyrrverandi Norddok puljuni, soleiðis at dokumentarfilmar, sum økja um vitanina um Føroyar, Grønland og Danmark, framvegis kunnu gerast. Hin avtalan, sum er gjørd í felag, er játtan til eina føroyska grønlendska orðabók. Ein grønlendsk føroysk orðabók varð liðug fyrr í ár, og liggur á heimasíðuni, sprotin.fo. Tað verður eisini Sprotin, ið skal standa fyri arbeiðinum at gera føroysku grønlendsku orðabókina. Sernám hevur fyrr í vikuni sent skriv til foreldrini, at einasti kalsstadráðgevin í Føroyum fer í farloyvi 1. januar. Og sum støðan sær út í løtuni, missa bærnini Karlstadráðgevingina á nýggjárinum. Árliga stuðulskonsertin hjá Barnabata er hesaferð í Hoyvíkar kirkju og verður send beinleiðis í Sjónvarpinum. Sostatt hava fólk í hesum koronatíðum høvi at njóta konsertina heima í stovuni og samstundis at stuðla einum góðum endamáli við at flyta pengar. Alt, sum inn kemur, fer beinleiðis til børn í fátækravága. Miðskeiðis á konsertini hugleiðir Bergtórur Hjelm Bjarkhamar, prestur, um evnið Í menniskjum góður tokki , og í samrøðu greiða Niels Petersen, sum var fyrsti formaður í Barnabata fyri 40 árum síðani, og Djóni Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabata, frá virkseminum hjá Barnabata fyrr og nú. Enn ber til at stuðla við at flyta pengar til Jólahjálpina hjá Barnabata. Í morgin, mánadagin, fer Barnabati at kunngera hvussu nógvir pengar eru komnir inn í sambandi við hesa stuðulskonsert. Tað er eftir áheitan frá Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni, at meirilutin í Trivnaðarnevndini hjá løgtinginum mælir frá at broyta tilskotsstigan hjá Heilsutrygd og spara átta milliónir krónur. Skotið verður upp at hækka heilsutrygdargjaldið 0,10 prosentstig, úr 0,60 prosentum upp í 0,70 prosent av skattskyldugu inntøkuni. Minnilutin í Trivnaðarnevndini, Sirið Stenberg, Hervør Pa lsdo ttir og Aksel V. Johannesen, mælir staðiliga frá at samtykkja uppskotið um broytingar í Heilsutrygd. Seinastu fimm árini hevur inntøkuvøksturin hjá Heilsutrygd verið størri enn útreiðsluvøksturin, siga tey og vísa til tøl frá Heilsumálaráðnum. Tað segði forsetin sjálvur á Twitter í gjárkvøldið. Hann er tann síðsti í eini røð av fólkum við tøttum tilknýti til Hvítu húsini, sum hevur fingið smittuna. Toymið hjá Trump, forseta, roynir at prógva, at tað var framt umfatandi valsvik, og at Joe Biden ikki vann valið hóast alt. Higartil hevur hetta tó ikki eydnast, og flest allir valmyndugleikar siga eisini, at ongi prógv eru fyri slíkum valsviki. Giuliani er í løtuni innlagdur á sjúkrahúsi í Washington, sambært amerikanskum miðlum, men hann sigur sjálvur, at hann hevur tað gott. Pengar eru til at tryggja, at børn í Grønlandi kenna síni rættindi, og grønlendska sjúklingahotellið í Keypmannahavn er eisini í fíggjarlógini. Fólkatingslimirnir, Aaja Chemnitz Larsen og Aki Matilda Høegh Dam, fegnast eisini um, at slakar 27 milliónir krónur eru settar av til dokumentarfilmsgerð í Danmark, Føroyum og Grønlandi, skrivar KNR. Føroysk og grønlendsk filmsfólk kunnu søkja um pengar til at gera dokumentarfilmar. 4,4 milliónir krónur eru til eina royndarverkætlan um krabbamein á grønlendska sjúklingahotellinum í Keypmannahavn. Uppskotið um kunngerð, sum skal minka um ampa og skaðilig árin, sum óljóð frá skipum við bryggju hevur á fólk, sum búgva nærindis havnarløgum, er nú til hoyringar. Markvirði fyri lágfrekvent óljóð frá skipum við bryggju, mátað innandura í bústøðum, bústovnum og sjúkrahúsum skal tá vera 27 desibell, millum klokkan 23.00 og 07.00, og 32 desibell um dagin og kvøldið. Álagt verður havnarmyndugleikum fyri 1.juli næsta ár at máta lágfrekvent óljóð inni í bústøðum, bústovnum ella sjúkrahúsum, sum eru serliga ábær fyri óljóði frá skipum við bryggju. Í síni seinastu sending Telduleys lukka í Skúgvi hugleiðir Hanus Kamban um barnaárini í Skúgvi í fjøruti og fimmtiárunum, um leikbrøður og leiksystrar, um fólk og hús, um vitjanir úr øðrum bygdum, um barnaspæl, søgur, jólahald og føroyskan dans. Danska TV2 skrivar longu nú, at Mette Fredriksen, forsætisráðharri, fer at boða frá herdum tiltøkum í eini roynd at steðga koronusmittuni, sum hevur breitt seg nógv seinastu tíðina. Millum tiltøkini sum Mette Fredriksen fer at boða frá, er, at allir skúlanæmingar í 38 kommunum, sum ganga í fimta flokki og uppeftir, fara í jólafrí longu mikudagin. Eisini vænta danskir miðlar, at matstovur, skeinkistøð, biografar og leikhús skulu lata aftur mikudagin, og at starvsfólk hjá tí almenna skulu arbeiða við hús. Í lógarbroytingunum eru níggju ásetingar, millum annað um sjálvsavgerðarrætt um lívfrøðiligt tilfar og genetiskar upplýsingar. Tvær aðrar danskar heilsulógir skulu eisini dagførast, autorisatiónslógin og komit lógin. Tær komu báðar í gildi í Føroyum í 2013. Í hesum sendingum siga fólk frá ymiskum, teimum hevur verið fyri í barna og unglingaárum í eini tíð, tá ið Føroyar vóru annað oyggjasamfelag, enn tær eru í dag. Av tí at fleiri av gerandishendingunum, sum sagt verður frá, fóru fram fyri nærum 100 árum síðani, er nógv bæði øðrvísi og hugtakandi at hoyra um. Tjóðartingsval var í Venesuela í gjár, og forsetin, Nicolas Maduro, og hansara stuðulsflokkar á vinstraveinginum fingu góð 67 prosent av atkvøðunum. Úrslitið hevur við sær, at sosialistaflokkurin hjá Maduro fær eisini valdið í tjóðartinginum. Har hevði andstøðan meirilutan frammanundan. USA og ES viðurkenna ikki Nicolas Maduro sum forseta í Venesuela. Tey siga, at Juan Guaidió er rætti forsetin í landinum. Onnur lond, eitt nú Russland og Kina, viðurkenna tó Maduro. Tað er eftir áheitan frá Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni, at meirilutin í Trivnaðarnevndini hjá løgtinginum mælir frá at broyta tilskotstigan hjá Heilsutrygd og spara átta milliónir krónur. Skotið verður upp at hækka heilsutrygdargjaldið 0,10 prosentstig, úr 0,60 prosentum upp í 0,70 prosent av skattskyldugu inntøkuni. Minnilutin í Trivnaðarnevndini, Sirið Stenberg, Hervør Pa lsdo ttir og Aksel V. Johannesen, mælir staðiliga frá at samtykkja uppskotið um broytingar í Heilsutrygd. Seinastu fimm árini hevur inntøkuvøksturin hjá Heilsutrygd verið størri enn útreiðsluvøksturin, siga tey og vísa til tøl frá Heilsumálaráðnum. Heðin Mortensen og advokatur hansara, Jógvan Páll Lassen, hava framvegis einki frætt frá Eivindi Jacobsen. Jógvan Páll Lassen sigur, at hann fer at rykkja eftir svari í dag. Beint fyri kommunuvalið hótti hann við at stevna Eivindi Jacobsen, tí hann á Vágaportalinum legði Heðin Mortensen undir at spekulera í grundøkjum og at fara uttanum lógina, bæði moralskt og juridiskt. Síðani skrivar Jógvan Páll Lassen í brævinum til Eivind Jacobsen, at um hann skilti hann rætt, legði hann Heðin Mortensen undir at hava fingið vinning burtur úr einari partabrævasølu. Eg skal tí siga frá, at um tú ikki alment tekur skuldsetingarnar aftur beinanvegin og biður um umbering fyri skriving tína, verði eg noyddur at leggja málið fyri rættin við kravi um revsing og endurgjald, skrivaði Jógvan Páll Lassen eisini. Fyrrverandi stjórin í Føroya Tele, Kristian Reinert Davidsen, er nýggjur nevndarlimur í KT og telefelagnum Nema. Tað sæst í fráboðan til Skráseting Føroya. Kristian Reinert Davidsen hevur drúgvar royndir á fjarskiftisøkinum, tí seinastu 14 árini hevur hann verið stjóri í almennum telefeløgum. Frá 2006 til 2015 var hann stjóri í almenna føroyska telefelagnum, Føroya Tele, og síðan 1. desember 2015 hevur hann verið forstjóri í grønlendska telefelagnum, Tele Post. Og tann fundurin verður millum jóla og nýggjárs, sigur hann. Fundurin skal vera fyri 1.januar, tí tá tekur nývalda bygdarráðið við. Tá vit eru á veg upp og einar tríggjar metrar frá bátinum, varnist eg brádliga tríggjar bóghvítuhvalir. Ein teirra er bara eini tveir metrar frá mær. Eg fór tá totalt í sjokk, sigur Ingi Sørensen. Eg hugdi rundan um meg og visti, at her var eingin kjansur at sleppa vekk. Eg mátti bara góðtaka tað, fortelur Ingi Sørensen, sum var so mikið róligur, at hann tók tvær myndir av bóghvítuhvalinum, sum var tættast við. Eg havi mentalt fyrireikað meg upp á eina slíka støðu og veit, at her hevur mann ongan livandi kjans at slepp vekk. Men eg eri ongantíð komin so skjótt upp í bátin aftur. Í roynd og veru var tað so ógvusligt, at eg breyt tvey rivjabein, í tí eg kom aftur í bátin, sigur Ingi Sørensen. Sum onnur staðarnøvn hava tey sína søgu at siga um, hvussu forfedrar okkara valdu at navngeva støð, sum høvdu týdning fyri teir í dagligum yrki á sjógv og landi. Nøvnini vóru alneyðug í tí dagliga samskiftinum manna millum. Eisini eru tey týðandi partur av okkara málsliga arvi og hava tí málsøguligan týdning. Í okkara tíð hava fjøllini hinvegin fingið alsamt størri týdning sum partur av náttúruupplivingum, og hjá mongum kann tað tá vera forkunnugt at kenna nøvnini og vita meira um søguna aftan fyri tey. Jósup, sum hevur røkt nólsoyarleiðina, síðani Ternan fór til klassingar, fer nú at røkja siglingina til Fugloyar og Svínoyar fyri Rituna, sum fer á sleipistøð. Sørin og Sakaris Jacobsen hava í meira enn 40 ár verið partar av sløkkiliðnum í Eysturkommunu, og á nýggjárinum riggar Sakaris av eftir trúgva tænastu. Upplivingarnar hava verið nógvar, og teir báðir hava ymsar søgur, ið sita fastast í minninum, millum aðrar tá brandstøðin sjálv fór í stormi og tá skalvalop var í Fuglafirði. Samstundis sum tiltøkini móti koronu verða herd munandi í Danmark, umhugsa føroyskir myndugleikar eisini møguleikan at seta strangari tiltøk í verk. Tí hevur løgmaður biðið landslæknan, formannin í farsóttarnevndini og landsstýrismannin í heilsumálum koma á fund í morgin. Teir fara at viðgera spurningin, um fleiri tiltøk skulu setast i verk millum fyrsta og sætta dag, eftir at fólk er komið til landið. Korona er eisini av avbjóðing fyri gudstænastuna í Nólsoy jóladag. Kirkjuráðið hevur tí býtt bygdina sundur í tveir partar, so øll ikki fara í kirkju í senn. Nólsoy Norður fer í kirkju klokkan 16 30 og Nólsoy Eystur klokkan 18. Skipanin varð roynd í gjárkvøldið, tá jólini vórðu sungin inn. Vár Hansen, sum kappaðist í tungvekt fyri U23 aldursbólkin á 2.000 metra teininum, stóð seg væl í EM kappingini í inniróðri, sum var um vikuskiftið. Fleirfaldi heims og evropameistarin, Sarita Kristina Hansen, sum endurvann EM leygardagin, er ein stór fyrimynd hjá 19 ára gomlu Vár, og eitt mál hjá unga rógvaranum hevur verið, at taka bestu tíðina hjá Saritu á 2000 metrum. Onkur av føroysku rógvarunum róði heima við hús, nakrir róðu í Suðuroy og fleiri harímillum Sarita róðu í fimleikarhøllini í skúlanum í Kollafirði. Stinni føroysku innirógvarin, sum eisini er heimsmeistari, livdi upp til vónirnar. Hon kom væl frá byrjan og tók leiðsluna tíðliga. Tað var ein dystur bara at koma á mál, men av tí at eg sá, at eg hevði nokkso trygga leiðslu, kom eg á mál við tógvi stríð, sigur Sarita Kristian Hansen. Titta p á Skipagøtu Svensku viðmerkjararnir á sjónvarpsrásini, Cmore, vóru bergtiknir av unga hondbóltssnillinginum, Eliasi á Skipagøtu, tá hann spældi sín fyrsta dyst fyri svenska felag sítt, S vehof, fyri kortum. Við frálíkum spælingum inn á strikuna, fleiri málum frá sjey metrum og kvikum gjøgnumbrotum vísti Elias, hvat býr í honum. Dysturin móti Alings s endaði kortini við teprum tapi, og sjálvur var Elias ikki heilt nøgdur við sítt spæl. Tað gekk fínt í byrjanini, men í endanum misnýtti eg eitt skot og gjørdi eina tekniska villu, so har má eg verða betri, sigur evnaríki hondbóltsspælarin. Setir sær nýggj mál Við teimum mongu skaðunum í huga, er avtalan í løtuni, at Elias á Skipagøtu ikki skal spæla meir ein eitt korter í hvørjum dysti. Sum tíðin gongur, skulu minuttirnir eisini økjast. Elias sjálvur er ótolin. Vit hava ein strangan fysioterapeut, men eg royni at skundað ta undir gongdina. Men tað riggar ikki so væl. Men fyrsta málið er, at eg kann spæla við fullari megi, sigur fyrrverandi H71 spælarin. Felagið trýr upp á Elias Hoyvíkingurin hevði fleiri tilboð á borðinum, men valið fall á S vehof, tá hondbóltsyrkisleiðin skuldi roynast. Hetta var eitt gott stað at koma til, og eg visti, at venjarin her var góður. Og tá eg vitjaði felagið, sá eg, at felagið hevði neyðugu umstøðurnar, sigur Elias á Skipagøtu. Og í S vehof eru tey greið yvir, at tey hava fingið ein góðan hondbóltsspælara. Hann hevur fleiri eginleikar, sum ein ikki kann venja seg til. Hetta við at sleppa bóltinum í røttu løtu. Tað dugir Elias. Harafturat skjýtur hann við báðum hondum, hann er skjótur, og hóast hann kanska ikki er so stórur, er hann sterkur, sigur ítróttarstjórin í S vehof, Emil Berggren. Hví skal Elias ikki kunna gerast heimsins besti hondbóltsspælari, spyr Emil Berggren. Ingálvur av Reyni hevði fylt 100 ár í ár. Vit halgaðu hendan tíman til Ingálv, sum varð føddur 18. desember í 1920 og andaðist 26. november 2005. Nils Orth, listfrøðingur, hugleiddi um ymsu listarligu tíðarskeiðini og týdningin av listini hjá Ingálvi. Dánjal Højgaard og Hans Petur Hansen hava gjørt enn ein film um Ingálv av Reyni. Teir vitjaðu í útvarpsstovuni. Og síðst í sendingini kom listamaðurin Kári Svensson á gátt. Ingálvur og Kári kendust væl. Astrid S hevur játtað at spæla eina konsert, hon ikki veit nakað um frammanundan. Programmleiðarin Christine Dancke hevur í loyndum bjóðað vinum og fjepparum, so tey fáa eina ógloymandi konsertuppliving. Í HAIK fara størstu norsku poppstjørnurnar túr. Í hesi undirhaldssendingini hevur Astrid S lagt lívið í hendurnar á programmleiðaranum Christine Dancke í ein dag. Tær fara biltúr. Málið er ein loynilig konsert. Mikudagurin er seinasti dagurin, at samráðst verður um Brexit. Tað sigur samráðingarleiðarin hjá ES, Michel Barnier, sum ikki er sinnaður at samráðast longur enn tað. Tað skrivar bretska blaðið, The Guardian. Í kunning til limirnar í ES tinginum og evropeisk sendifólk í Brússel upplýsir Barnier, at samráðingarnar ikki eru langt frá endaspælinum, og at tær væntandi verða lidnar ein av næstu døgunum. Samráðingarnar mugu avgreiðast nú, tí bæði ES limalondini og Bretland mugu staðfesta avtaluna, ið staðfestir, hvussu viðurskiftini verður millum Bretland og ES eftir 1. januar. Hóast samráðingarleiðarin sær ein enda á samráðingunum, so merkir tað ikki, at tað fer at eydnast at finna eina loysn. Ein kelda sigur við The Guardian, at enn er nógv óvissa tengd at samráðingunum. Úrslitið av samráðingunum er enn óviss og kann fara báðir vegir. ES er tilreiðar at gera nógv fyri at fáa eina rímiliga, burðardygga og javna avtalu í lag fyri borgararnar í ES og Bretland. Tað er Bretland, sum má velja millum eina slíka loysn ella onga avtalu, sigur keldan við the Guardian, Sambært blaðnum hittast ES leiðarar hósdagin, og tá kunnu teir skriva undir avtaluna ella gera klárt til eitt úrslit við ongari avtalu. Seinnapartin í morgin verður farið undir at byggja langhylin í Havn. Tá setir Annika Olsen, borgarstjóri, hakan í og loysir fyrsta flagið. Byggifelagið J og K Petersen skal byggja langhylin fyri 147,5 milliónir krónur. Langhylurin skal vera liðugur í 2023. SNA hevur teknað og lagt langhylin til rættis. Tað er felagsskapurin, Break Free From Plastic, sum á hvørjum ári ger ein lista yvir tær fyritøkur, sum dálka mest. Sodavatnsfyritøkan, Coca Cola, er enn einaferð á fyrsta plássi. Sambært felagsskapinum, Break Free From Plastic, eru plastfløskur frá fyritøkuni tað mest vanliga plastruskið á strondum, í áum, lundum og líknandi støðum í 51 av teimum 55 londunum, sum kanningin umfatar. Tilsamans 13.834 stykkir av plasti, sum Coca Cola framleiddi, vóru skrásett í kanningini, ið er meira enn frá PepsiCo og Nestl samanlagt. Plaststykkir frá teimum báðum feløgunum vóru ávíkavist 5.155 og 8.633. Úrslitini hjá Break Free From Plastic byggir á arbeiðið hjá 15.000 sjálvbodnum, ið samlaðu 346.494 stykkir av plastruski í ár. Tað eydnaðist at eyðmerkja framleiðaran av 63 prosentum av plastinum. Bretland er fyrsta landið í vesturheiminum, sum hevur góðkent koppingarevni frá Pfizer BioNTech. Í síðstu viku byrjaðu russar eisini eitt koppseta við teirra egna Sputnik V koppingarevni. Í fyrstu atløgu vera tað fólk yvir 80 ár, bú og starvsfólk á ellis og røktarheimum, umframt starvsfólk í heilsuverkinum, sum verða koppsett, siga bretsku myndugleikarnir. Bretska heilsuverkið hevur fyribils fingið 800.000 skamtar av koppingarevninum frá Pfizer BioNTech. Hetta er nokk til 400.000 fólk, tí koppingarevnið skal gevast í tveimum, við trimum vikum ímillum. Koppingarevnið skal goymast við minus 70 stigum, og hetta hevur havt avbjóðingar við sær, tí hetta ger tað torført at flyta koppingarevnið, skrivar BBC. Sambært danska TV2, so ætlar bretski heilsumálaráðharrin, Matt Hancock, at ganga á odda við at vísa álit á nýggja koppingarevnið, og hann skal eftir ætlan koppsetast í beinleiðis sjónvarpi. Heilsuverkið í Bretlandi vónar at koppseta tey flestu fólkini í vandabólkum fyrst í 2021, og ávarar tí um, at verandi smittuverndartiltøk vera galdandi í eina tíð aftrat, hóast tey í dag byrja at koppseta. Uppskot um broytingar er sent til hoyringar, og hoyringarfreistin er til 7.januar. Tá lógin kom í 2012, var endamálið fyrst og fremst at fáa í lag ábyrgdarbýti millum land og kommunur. Síðani tá hava verið tveir stórir tilburðir, sum hava víst á tørvin á yvirskipaðum dagføringum, tá talan er um kreppustýring í síni heild. Endamálið við uppskotinum nú er at tryggja, at ráðleggingin og yvirskipaða stýringin av kommunalu tilbúgvingini í hvørjum kommunalum tilbúgvingarøki fær eitt fakligt lyft. Hetta skal gerast við sjálvbodnum samstarvsavtalum. Men eydnast hetta ikki fyri 1.januar 2022, kann landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum skipa økini. Millum annað skal tingið atkvøða um at hækka inngjaldið í Barsilsskipanina úr 0,71 prosentum upp í 0,86 prosent og heilsutrygdargjaldið úr 0,60 prosentum upp í 0,70 prosent. Fiskimálaráðið sigur, at vísindaligu ráðgevingarnar fyri tveir av fiskastovnunum, norðhavssild og tosk í Suður og Eysturgrønlandi, eru bjartskygdar. Hesir fiskastovnar eru týðandi grundarlag undir fiskivinnusamstarvinum millum Føroyar og Grønland. Tað merkir, at føroyska toskakvotan í grønlendskum sjógvi hækkar 1.000 tons, og grønlendska sildakvotan hækkar 3.300 tons og svartkjaftakvotan 1200 tons. Harumframt kunnu føroysk skip sum nakað nýtt royndarfiska eftir toski og øðrum botnfiski og djórum á teimum norðaru leiðunum í Eysturgrønlandi. Tilsamans kunnu føroysk skip næsta ár fiska 2500 tons av toski í grønlendskum sjógvi. Føroysk skip kunnu eisini fiska 475 tons av brosmu og 325 tons av svartkalva, tað sama sum í ár. Tað sigur Brúkaraumboðið í samband við útvarpsdokumentar, sum varpar ljós á felagið Forever Living, sum hevur havt hundraðtals føroyskar kvinnur í starvi sum sølufólk. Fyritøkan Forever Living vísir aftur, at felagið antin fjalir ella tilvitað hevur gjørt upplýsingar ógreiðar fyri sínum umboðsfólkum. Fornt er jólagávan til børnini í ár. Gávan er nýskrivaður útvarpsleikur í átjan pørtum. Leikurin er nútíðarleikur, ið er ætlaður teimum eldru børnunum. Fornt er eitt heimskent telduspæl, sum er sera spennandi, tí her kanst tú granska og jagstra. Eiri, sum gongur í 6.flokki, er høvuðspersónurin í Fornt. Elin á Rógvi hevur skrivað útvarpsleikin Fornt. Høgni Fagraberg hevur gjørt ljóðmyndina. Sakaris Emil Joensen hevur gjørt tónleikin, Elin á Rógvi eigur orðini Á Miðnámi á Kambsdali eru í løtuni 22 næmingar fleiri enn har vera eftir jól, tí norðuratlantiski studentaflokkurin, ið hevur húsast har síðan summarfrítíðina, fer nú víðari til Grønlands. Talan er um eina danska miðnámsútbúgving, men næmingarnir missa ikki menningina í sínum móðurmáli, tí tey fáa eisini undirvísing í teimum ymisku móðurmálunum. Næmingarnir búgva heima hjá føroyskum familjum, og hetta hevur við sær, at tey fáa meira við av mentanini, enn um tey búðu á skúlaheimi av onkrum slag. Tað hevur verið sera spennandi at uppliva føroysku mentanina, og tað besta hevur verið at búgva heima hjá føroyskum familjum, og eg havi upplivað eina rúgvu av føroyskari mentan, sigue Caroline, sum kemur úr Danmark. Útbúgvingin er skipað soleiðis, at byrjað verður í Danmark, har fyrsta árið verður tikið, áðrenn leiðin gongur til Føroya í eitt hálvt ár og síðan til Íslands í eitt hálvt ár. Síðsta árið verður gingið í skúla í Grønlandi, áðrenn húgvan kemur á høvdið. Tað ber í sær, at tingfólk og landsstýrisfólk vera nógv í tingsalinum í senn, kanska eini 40 fólk tilsamans, og tey sita tætt saman. Fyri at binda um heilan fingur, hevur formansskapurin gjørt av, at øll tingfólk skulu lata seg kanna fyri koronu í dag og aftur í næstu viku. Sermám hevur fingið 400.000 krónur í eykajáttan til at menna Karlstad háttin, men tað tekur tíð, til fólk hava fingið neyðugu útbúgvingina og førleikarnar, sigur stjórin í Sernámi. Orsøkin til, at hetta ikki er gjørt fyrr, er tann, at tann eini býráðslimurin er burturstaddur og kemur aftur til Vágs sunnudagin 20. desember, sigur Dennis Holm, sum fekk nógv flestar atkvøður, 165, á valinum 10.november. Sambært henni er tað ein avbjóðing, at fólk ofta halda seg aftur við at boða frá, tá tey halda seg vita, um eitt barn sum er fyri vansorgan. Eg haldi, at tað kemur ofta til sjóndar, at fólk eru bangin at boða frá, og tað skal nógv til, áðrenn tey gera tað, sigur Signhild Johannesen. Tað vísir seg, at tað eisini er trupult hjá fakfólki at boða frá, men vit plaga at siga, at mann skal altíð lata ivan koma barninum til góðar, sigur Signhild Johannesen, sum vísir á, at smáu viðurskiftini í Føroyum eisini hava sína ávirkan, tá tað snýr seg um fráboðan um vansorgan. At viðurskiftini í Føroyum eru smá, kann spæla ein stóran leiklut, tí fólk eru bangin at koma í tvístøðu við foreldrunum ella einum granna, sum er í familju við barnið, tú ert stúrin um, sigur Signhild Johannesen, sum greiddi frá í morgunsendingini. Tøl vísa, at talið av børnum, sum vera vansorganaryvirtikin, veksur. Í 2018 vóru í miðal 47 børn í skipanini, men higartil í ár er talið í miðal 60 børn. Dánjal Højgaard, journalistur, og Hans Petur Hansen, fotografur eru komnir undir land við at gera ein nýggjan film um stóra listamannin Ingálv av Reyni, sum hevði fylt 100 ár, tann 18. desember 2020. Fyri góðum 20 árum síðan gjørdu teir saman við øðrum filmin Svartur sannleiki um Ingálv av Reyni. Teir fylgdu Ingálvi av Reyni í samfull trý ár, og burtur úr kom ein filmur, sum vísti, hvussu Ingálvur stríddist við at røkka sannleikanum í sínum málningum. Tá lá nógv tilfar eftir, og teir báðir hava altíð droymt um at gera ein afturat film um Ingálv av Reyni. Tann fyrri filmurin bygdi bara á Ingálv, og hann legði sjálvur røddina til allan filmin. Hesin filmurin verður øðrvísi. Tað var eitt priviligium at sleppa at fylgja Ingálvi gjøgnum so langa tíð. Tað merkti, at vit fingu eina rúgvu av sjónvarpstilfari. Eg haldi tað vóru einir fjøruti tímar, sum vit fingu á band. Alt hetta skóru vit inn á bein niður til eina sending, har Ingálvur sjálvur sigur sína søgu. Tað merkir, at har eru nógvar nuansur eftir. Tann breiða lýsingin er ikki í tí partinum, og tað hevur ligið á okkum øll hesi árini, at einaferð skulu vit aftur til hetta tilfarið at mála eina breiðari mynd, sigur Dánjal Højgaard. Hvørjar vóru hansara íblástrarkeldur, hvat hevði hansara trúgv at siga, hvør var hann sum privatpersónur, hvussu meta onnur hann sum listamann og annað slíkt er við í hesum filminum, har samrøðurnar við Ingálv av Reyni sjálvan og nógv onnur eru berandi. Nýggjar upptøkur eru eisini gjørdar. Hans Petur Hansen hevði tann framíhjárætt at fylgja Ingálvi av Reyni frá 1996 1999 við einum kamera, og hann varð bergtikin av honum sum persóni. Eg slapp at vera við honum í atelierinum allar fýra árstíðirnar, meðan hann málaði. Hann var ógvuliga trekur at koma í gongd, tí hann orkaði ikki at mála upp á kommando. Men tað gekk betur og betur, og eg skuldi bara fylgja við honum. Tað var spennandi, tí vit sluppu at síggja, hvussu hann málaði, og tað kemur fram í filminum, sigur Hans Petur Hansen. Teir báðir eru komnir undir land við nýggja filminum, sum hevur arbeiðstittulin Ein ferð út í tað ókenda , men enn vantar teimum fíggingina at koma heilt á mál. Kemur tað í lag, kunnu vit vænta at síggja filmin í sjónvarpinum einaferð á nýggjárinum ella har á leið. Í farnu viku segði borgarstjórin Jóhannus Danielsen, seg hava ilt við at skilja argumentasjónina hjá Sigurd Lamhauge, stjóra í Landsverki. Tað staðfestir danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, sum vegna donsku stjórnina umber viðferðina, sum teir 22 grønlendingarnir fingu. Eg havi fylgt málinum í fleiri ár, og verði áhaldandi rørd um teir menniskjaligu sorgarleikirnar, ið vóru partur av hesum málinum. Atlitið at børnunum varð sett til viks. Tí mistu tey tilknýtið til sínar familjur og ætt, lívssøgu, til Grønland, og harvið sítt egna fólk. Tað er hent, og einki kann gerast fyri at broyta tað. Men vit kunnu taka ábyrgd og geva teimum eina umbering, sum vit áttu at havt tikið okkum av, men sviku, sigur Mette Frederiksen í einum tíðindaskrivi frá Forsætismálaráðnum. Umberingin kemur í sambandi við eina felags kanning hjá donsku stjórnini og grønlendska Sjálvstýrinum av royndini, tá 22 grønlendsk børn vórðu tikin frá sínum familjum og tvingsilsflutt til Danmarkar. Kanningin greinar millum annað, hvat endamálið var við royndini, hvør bleiv útvaldur, upplivingarnar hjá børnunum, og hvat bleiv av teimum. Kim Kielsen, grønlendski landsstýrisformaðurin, vísir á niðurstøðuna av kanningini, sum sigur, at avgerðin at flyta børnini hevði ein stóran menniskjaligan kostnað. Tað er rørandi at lesa um lagnuna hjá teimum 22 børnunum. Teirra serligi uppvøkstur fekk stórar avleiðingar fyri sambandið til familjuna og samfelagið, og ikki minst fyri teirra grønlendska samleika. Nú, skjótt 70 ár seinni, er sambandið millum Danmark og Grønland nógv ment, og vit hava fingið Sjálvstýri. Í dag eru vit javnbjóðis partar, sum í felag kaga aftur í fortíðina, og merkja og síggja fylgjurnar av tátíðarinnar politisku avgerðum. Danska fyritøkan, Nordic Gastric Balloon, hevur herfyri verið í Føroyum og lagt sokallaðar ballónir í magasekkir hjá oman fyri 30 føroyingum, ið vilja lætna. Í farnu viku fingu vit fyrsta sjúklingin, sum hevði fingið hol á ballónina, soleiðis at hon tipti niðri í magasekkinum. Í gjár kom so ein annar sjúklingur, tí ballónin var full í vatni og fylti so nógv í maganum, at viðkomandi persónur var akutt sjúkur og ringdi 112 og bleiv innlagdur, sigur Kári Rubek Nielsen og heldur fram Vit máttu gera kikarakanning, seta hol á ballónina og hála hana uppaftur. Sjúklingurin hevði ógvusliga pínu, sigur Kári Rubek Nielsen. Fólk skulu lata vera við at fáa sær hetta, tí her eru fleiri vansar enn fyrimunir. Og mann skal ikki taka vekttap so lætt, tí tað skal setast nógv kraftigari inn Tað er ikki nóg mikið at svølgja eina ballón, tí her skal eitt toymi til, sum kann hjálpa upp á ymsar mátar, til dømis læknar, sjúkrasystrar, kostráðgevar, fysioterapeutar, sálarfrøðingar og onnur, sigur Kári Rubek Nielsen. Hendan útgávan av LEITISSTEIN Live hevur Break Up plátur sum tema. Tað vil siga, at hon snýr seg um plátur, sum er sprotnar burtur úr einum hjúnarskilnaði ella kollsigldum parlagi, ja burtur úr hjartasorg. Trý fólk eru partur av smittuketu, sum landslæknin fylgir. Ein er komin til Føroya úr útlondum, og fekk staðfest smittuna við kanningini á sætta degi. Argentinska senatið hevur samtykt, at umleið 12.000 av ríkastu fólkunum í landinum skulu hjálpa til at rinda rokningina fyri koronutiltøk við eykaskatti. Fólk, sum eiga virði fyri meira enn 200 milliónir pesos tað svarar til góðar 14 milliónir krónur verða skattað við millum 3,5 og 5,25 prosentum av tí, sum tey eiga í Argentina og uttanlands. Løgtingið hevur einmælt samtykt uppskotið hjá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni í umhvørvis og vinnumálum. Øll 25 tingfólkini, sum vóru í tingsalinum, atkvøddu fyri. Barsilsskipanin hevur verið fíggjarliga sperd í seinastuni, men hækkingin í inngjaldinum fær hallið burtur og fíggjar eisini tað, sum longda barsilstíðin kostar, sigur Helgi Abrahamsen. Tær fýra vikurnar, sum koma aftrat í Barsilsskipanini, verða lagdar aftrat felagskvotuni hjá báðum foreldrum. Tað merkir, at mamman fær rætt til barsilspening í 14 vikur eftir barnsburð, pápin í fýra vikur, og foreldrini kunnu býta 34 vikur sínámillum. Ballónviðgerðin, sum læknar frá Nordic Gass Balloon góvu Mariann Hergarsdóttir av Stykkinum fyri góðari viku síðani, miseydnaðist. Í sendingini práta vit við Niels Winther, ráðgeva í Vinnuhúsinum, Jóhan Dahl, serligan ráðgeva hjá Huawei og Jónu Olsen, tekniskan leiðara hjá Føroya Tele. Kash og unnustan Anoushka fylgja dreyminum og fara til Rwanda at bjarga hotellinum hjá ommuni. Kash sær, hvussu nógv Rwanda er ment. Hann tosar við ommuna um ætlanirnar við at yvirtaka hotellið. Tað vísir seg, at omman hevur egna dagskrá fyri Kash og Anoushku. Løgmaður sigur, at eftir fund í farsóttarnevndini í morgin, fara myndugleikarnir at viðgera spurningin, um at seta strangari koronatilmæli í verk Uttan armslongd fáa vit politiskt stýrda list. Tað sigur Filmsfelagið, sum vil hava stuðulsjáttanina til filmsframleiðslu lagda í ein óheftan grunn. 36 ára gamla Sigvør Bjarnaskor Joensen hevur leitað eftir bústaði nú í eitt ár. Hetta árið hava hon og hennara trý børn búð í eini íbúð hjá Almannaverkinum í Havn. Har sleppur hon at búgva til 1. februar Men eftir tað er hon heimleys. Almennaverkið eigur tveir bráðfeingisbústaðir. Teir verða ofta latnir til fólk, sum annars ikki eru í skipanini hjá Almannaverkinum, men av øðrum orsøkum hava bráðfeingis tørv á einum heimi. Korona ger ikki mun á fólki, og tí skipaði formansskapurin í løgtinginum í dag fyri koronukanning av tingfólki. Men summi tingfólk seta spurnartekin við, um tað er rætt at krevja, at tey skulu kannast. Frá 2009 til 2011 vórðu brúktar tríggjar milliónir krónur til tunlarnar norður um Fjall, 670.000 krónur í 2019, og í ár eru játtaðar 15 milliónir krónur. Fimm eru brúktar, og tíggju vera fluttar til næsta ár. Sambært uppskotinum, sum Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna, legði fram, kunnu Bústaðir byggja fyri 450 milliónir krónur Og 200 milliónir krónur skulu brúkast til bústaðir til serligar málbólkar, eitt nú búfelagsskapir til fólk við sálarsjúku og lestrarbústaðir. Meirilutin í nevndini tekur undir við uppskotinum. Men minnilutin í nevndini, Sirið Stenberg og Hervør Pálsdóttir í Tjóðveldi, mælir frá at samtykkja tað. Uppskotið gongur fólki ov nær, halda tær. Persónliga frælsið verður skert. Vandi er fyri, at viðkvæmar persónupplýsingar kunnu koma óviðkomandi í hendi. Hann er ákærdur fyri at vilja mutra ein dómara og bjóða honum eitt gott starv aftur fyri upplýsingar í eini kanning, sum kannaði fíggjarviðurskifti í valstríðnum hjá Sarkozy. Sarkozy var forseti frá 2007 til 2012. Hann segði í rættinum í gjár, at hann ongantíð hevði mutrað, og lovaði at stríðast til tað síðsta til tess at prógva, at hann er ósekur. Sarkozy er eisini ákærdur fyri at hava tikið ímóti fleiri milliónum evrum frá fyrrverandi einaræðisharranum í Libya, Muammar Gaddafi, til valstríðið í 2007, og at svika við pengum í valstríðnum í 2012, tá hann ikki varð afturvaldur. 1.700 ferðafólk á einum ferðamannaskipi eru í løtuni í sóttarhaldi, eftir eitt ferðafólk fekk staðfest koronusmittu. Tað skrivar Ritzau tíðindastovan. Skipið, sum eitur Quantum of the Seas, fór úr Singapore mánadagin, og skuldi sigla við ferðafólkunum í fýra dagar. Tað vendi aftur til Singapore tíðliga í morgun, tá eitt ferðafólk vísti sjúkueyðkenni og fekk staðfest COVID 19 virus. Øll ferðafólkini eru nú avbyrgd á kømrum sínum umborð, og tey sleppa ikki í land fyribils. Reiðaríið sigur tó, at tey sleppa í land, tá smittusporingin er liðug. Jørgen Pettersson, formaður í Oyggjaleikanevndini, sigur í tíðindaskrivi, at hetta var ein torfør avgerð at taka, og øll harmast um, at leikirnir verða útsettir í tvey ár. Men heimfarsóttin hevur ávirkað øll limalondini bæði heilsuliga og fíggjarliga, og ítróttarfólk hava tí ikki havt møguleika at fyrireika seg. At leikirnir nú verða útsettir í tvey ár, hevur við sær, at leikirnir, sum skuldu vera í Orknoyggjunum í 2023, eru útsettir til 2025. Leikirnir á Ynys Mon, sum skuldu vera í 2025, verða útsettir til 2027. Ætlanin var, at oyggjaleikirnir skuldu vera á Isle of Man í 2027, men Isle of Man verður væntandi vertur í 2029 í staðin, boðar Oyggjaleikanevndin frá. Haraftuat hevur Barnabati fingið 200.000 krónur úr Jólamerkjagrunninum, 100.000 krónur frá Kiwanis, og Reyði krossur hevur játtað 1.000 krónur fyri hvørja umsókn. Higartil gevur tað 270.000 krónur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, hevur biðið Løgtingsskrivstovuna um eitt løgfrøðiligt upprit um uppskotið um at geva føroyingum, sum búgva í Føroyum, møguleika at fáa CPR tal. Verður uppskotið, sum er eitt ríkislógartilmæli, samtykt, verður latið upp fyri, at fólkatingið lóggevur um yvirtikin málsøki, sigur Tjóðveldi. Fundurin í Klaksvík í gjárkvøldið við valfeløgini hjá Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum í Norðoyggjum um tunnilsgjaldið var eitt vónbrot hjá valfeløgunum. Løgmaður gav einki lyfti um, at tað skal vera ókeypis at koyra í tunlunum. Sambært Mariu Olsen, forkvinnu í Norðoya Sambandsfelag, sum var á fundinum, hava feløgini avtalað einki at siga eftir fundin. Atli Rasmussen, næstformaður í Sambandsfelagnum, vísir eisini til Bárð á Steig Nielsen. Við at søkja um endurgjald, fært tú átta krónur og 45 oyru fyri hvønn túrin í endurgjaldi, tó í mesta lagi fyri tveir túrar um dagin. Samanumtikið rindar tú gott og væl tríggjar krónur fyri túrin. Øll tey lokalu valfeløgin í Norðoyggjum vóru undan fundinum samd um, at tíðin er komin til at avtaka gjaldið. Sambært Norðoya Tjóðveldisfelag skal tað gerast við skili, og ein meira gjøgnumhugsað samferðsluskipan skal gerast fyri alt landið. Ring líkindi. Hesin parturin sigur frá tíðarskeiðinum eftir fyrstu átta vikurnar í móðurlívi tá vit gerast einstaklingar. Átta vikur gomul tykjast vit øll at vera eins, men í næsta stigi í menningini fara ótrúligar broytingar fram, sum gera okkum øll serstøk. Andlitið tekur skap, vit gerast høgr ella vinstrhent, og húðin fær sín lit. Innvortis styrkist immunskipanin, og heilin og persónligheitin mennast so hvørt. Summi vilja enntá vera við, at okkara kynsligi samleiki verður avgjørdur longu áðrenn, vit verða fødd. Í hesum parti síggja vit, at vegurin til at gerast einstaklingar er ótrúliga torgreiddur, og at tað eru endaleysar umstøður, sum gera sítt til, at vit gerast júst tey, vit eru. At gerast tú Ikki tvey fólk í heiminum eru samlík. Søgurnar í hesum parti greiða frá, hvussu tú gjørdist øðrvísi enn øll onnur frá yrkisnevaleikaranum, sum ger tað møguligt at greina, hví summi eru vinstrhent, til ungu gentuna, sum varð fødd í einum dreingjakroppi, og um sjúkuna, sum rakar føroyingar í besta aldri. Heilsufrøðiliga starvsstovan arbeiðir nú av øllum alvi við at gera eftir nýggju krøvunum úr Kina til fisk, sum verður útfluttur til Kina. 80 90 prosent av okkum uppliva trupulleikar við rygginum onkuntíð í lívinum, og hetta merkir, at nógv av teimum, sum leita sær til Bjart B. Thomsen, fysioterapeut, koma fyri at fáa linna fyri ryggpínu. Tá vit tosa um pínu í rygginum, so kann tað bæði koma av kropsligum ella av sálarligum ávum. Tað er ofta lættari at fyrihalda seg til fysiska pínu enn tað er at fyrihalda seg til okkurt í lívinum, sum ikki er sum tað skal, sigur Bjartur, tá hann verður spurdur breiða spurningin um ryggpínu. Tað er sera óheppið, at ítróttarfólk nú noyðast at bíða í trý aftrat eftir næstu Oyggjaleikunum, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í Ítróttarsambandi Føroya, nú Oyggjaleikirnir, sum skuldu vera á Guernsey næsta ár, eru útsettir til 2023. Hon sigur at sersambondini í ÍSF arbeiða við einari ætlan um at skipa fyri føroyskum Oyggjaleikum næsta summar. Allar ítróttagreinir undir ÍSF sleppa við. Brynhild Thomsen var í kalendaranum Hanna Jensen um bókmentajólakalendara í Norðragøtu Tróndur Molle Egholm Vørmadal um e landsliðið í fótbólti Bjartur B. Thomsen, fysioterapeutur, var serfrøðingurin Fýra eru partur av smittuketu, sum Landslæknin fylgir. Tann fimti er komin til Føroya úr útlondum, og fekk staðfest smittuna í kanningini, tá ið viðkomandi kom til landið. Verjumálaráðharrin sigur, at tað er umráðandi, at Føroyar og Danmark eru í tøttum samstarvi, og eru samd um at seta hernaðarradaran upp. Ein samskipanarbólkur er settur á embætismannastigi við umboðum fyri føroyska landsstýrið, grønlendsku sjálvstýrismyndugleikarnar og danska verjumálaráðið. Trine Bramsen sigur, at hon hevur beinleiðis og áhaldandi samskifti við Jenis av Rana, landsstýrismann í uttanríkismálum, um málið. Trine Bramsen svarar, at hon samskiftir við Jenis av Rana, og tað stendur til hansara, um aðrir føroyskir myndugleikar skulu dragast upp í málið, ella fáa innlit í tað. Heldur landsstýrismaðurin tað vera hóskandi og gagnligt, er verjumálaráðharrin til reiðar at fara á fund við uttanlandsnevndina, sigur Trine Bramsen í svarinum til Sjúrð Skaale. Eingin endalig støða er tikin, um hernaðarradari skal setast upp á Sornfelli. Men verður radarin settur upp, sleppa allar kappingarførar fyritøkur at bjóða seg fram til uppgávur hjá verjumálaráðnum, eisini føroyskar, sigur Trine Bramsen. Hóast Jákup Sverri var nógv seinkaður, hevur Havstovan ætlað, at hann skuldi gera fyrstu rannsóknirnar jól, og tað verður gjørt nú. Ósemja var millum Sjóvinnustýrið og Fiskimálaráðið um, hvussu Jákup Sverri skuldi skrásetast. Sjóvinnustýrið skrásetti skipið sum handilsskip síðst í oktober, men Fiskimálaráðið vildi hava Jákup Sverra skrásettan sum fiskiskip. Endin var, at Jákup Sverri verður verandi skrásettur sum handilsskip, men ein fyrisitingarlig avgerð loyvir fiskimonnum at mynstra umborð. Hóast serliga toskakvotan í norskum sjógvi hækkar munandi næsta ár, og Føroyar vóru sinnaðar at lata afturfyri størri toskakvotu, fekst eingin semja um broytingar í fiskirættindasáttmálanum næsta ár. Føroysku kvoturnar av botnfiski í norskum sjógvi verða 4.945 tons av toski, 1.100 tons av hýsu, 500 tons av upsa og 400 tons av øðrum fiskasløgum. Norsk skip sleppa at fiska 2.500 tons av blálongu, 2.000 tons av brosmu, og kvotan av øðrum fiskasløgum verður 800 tons. Makrelkvotan í føroyskum sjógvi verður eisini óbroytt, 6.600 tons. Umframt kvotabýtið sleppa føroysk skip eisini at fiska 4.000 tons av toski og 350 tons av hýsu, sum eru fingin til vega í sínámillum avtaluni millum Føroyar og Russland, í norskum sjógvi. Viðurkendi sjónleikarin Olaf Johannessen er endiliga aftur á palli í Føroyum. Farna vikuskifti bleiv leikurin Tann Komiska Tragedian framførdur í Løkshøll, og har var Gunnvá Zahariasen og hugdi og lurtaði. Her kanst tú hoyra, hvussu hennara uppliving var. Seinnapartin í morgin eru Jeppe Kofod, uttanríkisráðharri, og Trine Bramsen, verjumálaráðharri, boðsend í samráð at svara um føroysk handilsviðurskifti og trygdarstøðuna í Føroyum. Føroyski fólkatingsmaðurin, Edmund Joensen, og Michael Aastrup Jensen, framsøgmaður í uttanríkismálum hjá Vinstraflokkinum, hava biðið um samráðið. Edmund Joensen sigur, at verður stóri ES marknaðurin latin upp fyri føroyskum útflutningi, verða Føroyar minni heftar av eysturlendskum marknaðum, hagar vit útflyta nógv. Tað er av stórum týdningi, at vit fáa nýggja handilsavtalu við ES, og eg fari at biðja uttanríkisráðharran greiða frá, hvussu stjórnin ætlar at stuðla hesum máli, sum landsstýrið eisini arbeiðir við, sigur hann. Edmund Joensen og Michael Aastrup Jensen fara eisini at spyrja Trine Bramsen, verjumálaráðharra, um ætlanina at seta ein radara upp í Føroyum. Tað er sera týdningarmikið, at avgerðin verður tikin í samráði við landsstýrið og løgtingið, soleiðis at hon ikki bara liggur hjá donsku stjórnini, sigur Edmund Joensen. Revsingin er, at maðurin skal vera á psykiatriskari deild uttan tíðaravmarking, ella ásetta tíð, tí dómurin skal við jøvnum millumbili endurskoðast. Verji mansins, Petur Even Djurhuus, helt, at revsingin var ov hørð, og hann skeyt dómin inn fyri Hægstarætt við kravi um linari revsing. Maðurin, sum er sjúklingur á Psykiatrisku deild í Havn, var ákærdur fyri 22.juni í fjør at hava lagt á eitt starvsfólk á deildini, meðan tey gingu á gøtuni vestan fyri Sandá, sum er áin millum Havnina og Argir. Gimburlombini. Ein endurminning.sum kókibók er sjáldsama heitið. Vit spyrja Tjóðhild Patursson hvat hetta er fyri eitt slag av bók, hon hevur skrivað. Gunnvá Zachariasen var til leikin Tann Komiska Tragedian við Olafi Johannesen í Løkshøll, og Leif Hansen var til teaturkonsertina Soir e fantastique á Tjóðpallinum. Tað er serliga við landamørkini, at avbjóðingin er í løtuni. Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sigur, at landsstýrið fer at viðgera tilmælini á fundi í morgin. Síðani verður støða tikin til, um koronutiltøkini skulu broytast. Løgmaður væntar, at meiri verður kunnað um málið seinni í vikuni. Mars 2019, Bill er farin til Sisilia frammanundan og er farin í gongd við at endurnýggja húsini. Maria og døturnar Ingrid og Solveig koma aftaná at hjálpa og byrja at venja seg við plássið. Samstundis sum Bill rívur niður, hevur Maria hug at byrja at møblera húsini. Tað veðurbarda Annsteinsundið er í roynd og veru onki stað hjá sjúkum fólki at vera, men tað leggur Roger Eidshaug onki í. Tí er hjartað veikt, er viljin tess sterkari. Hann hevur skapt sær livibreyð, har eingin trúði, tað bar til. Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í svari til ein 52a fyrispurning, sum Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur sett. Eg haldi, at endamálið við at áseta reglur á hesum økinum eigur at vera, at vit onkursvegna tryggja okkum, at tey, sum eiga fastogn í Føroyum, hava tilknýti til Føroyar. Eisini er neyðugt at byrgja uppfyri, at útlendingar ikki eiga alt ov nógvar fastognir í ávísum økjum í landinum. Hinvegin mugu vit heldur ikki seta óneyðugar forðingar fyri útlendskum vinnuvirksemi í Føroyum, svarar løgmaður. Boris Johnson forsætisráðharri í Bretlandi, og Ursula von der Leyen, forkvinna í ES kommisjónini, samdust ístaðin um, at útseta endaligu avgerðina til sunnudagin. Tað var úrslitið eftir at tey bæði høvdu ein døgurðafund í gjárkvøldið. Samráðingarnar hava staðið í botni síðstu dagarnar, tí langt er millum partarnar í nøkrum týðandi málum. Fundurin í gjár var tískil ein roynd at fáa glið á aftur, og møguliga góðtaka avtaluna, ið skal skipa viðurskiftini millum ES og Bretland frá nýggjárinum, tá skiftistíðarskeiðið, Bretland er í nú, endar. Eftir fundin segði von der Leyen, at tað var ein lívligur og áhugaverdur fundur um ósemjurnar, men legði aftrat, at partarnir framvegis eru langt frá hvørjum øðrum. 22.600 tons av makreli, sum skuldu fiskast í ár, verða flutt til næsta ár. Tað mælir Fiskimálaráðið til í lógaruppskoti, sum kom í tingið í gjár. Felagið Nótaskip, Reiðarafelagið og Fiskivinnuráðið heittu á landsstýrismannin um at flyta alla ófiskaðu makrelkvotuna frá 2020 til 2021. Kvoturnar, sum skuldu latast til vinnuligar royndir og verkætlanir í ár, skulu eisini flytast til næsta ár. Og tá kemur svartkjaftur eisini uppí. Møguligt verður eisini søkja um kvotu í sambandi við ítøkiligt fiskifarskeyp, uttan at seta fiskifarinum treyt um veiðiloyvi, soleiðis, at nýggir reiðarar við egnu fiskiførum kunnu fáa fiskirættindi, sigur Fiskimálaráðið. Lógaruppskotið loyvir eisini teimum, sum hava fýra ára menningarkvotur og ískoytiskvotur, at flyta tað, sum ikki er fiskað í ár, til næsta ár. Í honum eru fólk frá Løgmansskrivstovuni, Fíggjarmálaráðnum, Mentamálaráðnum, Almannamálaráðnum, Heilsumálaráðnum, Kommunufelagnum og politinum. Arbeiðssetningurin er í tveimum. Í fyrsta lagi skal bólkurin, innan 14 dagar, koma við uppskotum um, hvørji tiltøk kunnu setast í verk alt fyri eitt. Í øðrum lagi skal bólkurin koma við uppskotum um, hvat skal gerast sum frá líður. Hann skal gera eina heildarætlan um, hvussu rúsevni verða bast. Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, sleppur at avgera, nær matstovur og skeinkingarstøð skulu lata aftur og, hvussu nógv fólk kunnu vera inni í senn. Reiðarafelagið sigur, at Vørn hevur upplýst, at millum tey 22.600 tonsini eru 2.341 tons, sum eru keypt á uppboðssølu í 2018 og 2019 fyri trý ella átta ár. Dýrasta leigan fyri fermeturin er í Niðarugøtu. Har kostar fermeturin 1.103 krónur. Bíligasta leigan, í Lágni, er 1.000 krónur fyri fermeturin. Hetta er upplýst í einum svari, sum Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna, hevur givið Djóna Nolsøe Joensen, løgtingsmanni, sum spurdi um leiguútreiðslurnar hjá barnaheiminum. Almannaverkið brúkar eisini bygningarnar hjá sjálvsognarstovninum fyri Føroya barnaheim í Pedda við Steinsgøtu til stovnar undir eind 10. Almannaverkið rindar ikki leigu fyri teir. Eisini fær uppskotið um, at hybridbilar og plugin hybrid bilar frá 1.januar 2021 bara rinda 30 prosent í virðisavgjaldi av avgjaldsskylduga virðinum til og við 100.000 krónur, og 45 prosent av virðinum yvir 100.000 krónur Løgtingið skal í dag viðgera uppskotið um, at ferðafólk, sum koma til Føroya, skulu eisini allan fyrsta ársfjórðing í 2021 gjalda 312 krónur fyri koronukanning. Úti í Grøv í Klaksvík er eitt serstakt træ prýtt við nógvum jólapakkum. Tað er Finn á Hædd Stampe, sum hevur tikið stig til gávutræið. Hugskotið fekk hann á eini ferð í Norra í fjør. Tankin er, at familjur við børnum kunnu heingja pakka á træið og taka ein heim við sær. Hetta er ein møguleiki at vera saman, uttan fartelefonir og annað órógv, og bara njóta løtuna. Træið kann eisini skiljast sum ein ímynd av tí, at Finn á Hædd Stampe nú roynir at seta ferðina niður. Tað var eftir eina summarferiu, at hann fekk ein skelk. Hann hevði leingi arbeitt alt ov nógvar tímar og verið í øllum møguligum vasi. Á einum biltúri segði likamið brádliga stopp. Eg helt, at eg doyði, sigur hann. Nú royni eg veruliga at seta ferðina niður. Tað gongur tó ikki altíð so væl, sigur Finn á Hædd Stampe, brosandi, meðan hann heingir pakkar á nógv vitjaða træið Úti í Grøv. Amerikanska ákæruvaldið fer nú at kanna skattaviðurskiftini hjá Hunter Biden, sum er sonur nýggja amerikanska forsetan, Joe Biden. Eg taki hetta málið í álvara, men eri vísur í, at ein óheft kanning fer at staðfesta, at øll viðurskiftini eru í lagi, segði Hunter Biden í gjárkvøldið. Reuters skrivar, at Trump, forseti, og aðrir republikanarar hava lagt nógv trýst á Hunter Biden undir forsetavalstríðnum, og serliga hava tey víst á, at ivamál eru um handilsviðurskiftini hjá Hunter Biden í Ukraina og Kina, meðan pápi hansara, Joe Biden, var varaforseti hjá Barack Obama. Sambært BBC kunnu skattaviðurskiftini hjá Hunter Biden skjótt elva Joe Biden politiskt høvuðbrýggj, tí varðveitir republikanski flokkurin meirilutan í senatinum fara teir at skipa fyri hoyringum og leita eftir sambondum millum Hunter og Joe Biden, sum skjótt kunnu enda við, at nýggi forsetin fær rættarligar trupulleikar. Elin Henriksen sigur, at rættstavingarliga eigur tað at vera dóttIR, tí nøvn standa altíð í hvørfalli. Men tað eru dømi, har eftirnavnið stavast dóttUR. Eg veit ikki svarið, men eg kundi ímyndað mær, at hetta eru dømi, har fólk eru fødd og navngivin, áðrenn vit fingu navnalóggávuna, sigur hon. Alla tíð er ein orðing, sum við rúkandi ferð hevur breitt seg um alt landið í flestu aldursbólkum. Her vendist neyvan aftur, sigur Elin Henriksen. Ja, tað vanliga er ongantíð , sigur Elin Henriksen og leggur afturat, at onga tíð kenna vit til dømis úr Kingo sálmi, sum Jákup Dahl, próstur, týddi Kanningin í løgtinginum, tá Thetis kannaði øll, sum dagliga eru í tinginum, fyri koronu, vísti, at øll tey kannaðu vóru negativ, hevur Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, fingið at vita. Tingfólk, landsstýrisfólk og starvsfólk hjá løgtinginum vórðu kannað. Ætlanin er, at løgtingið fer í jólafrí fríggjadagin í næstu viku. Tingfundir eru í dag og í morgin, og síðani hvønn gerandisdag í næstu viku. Fíggjarlógin fyri 2021 skal avgreiðast fyri nýggjár. Formaðurin í Fíggjarnevndini miðar eftir, at álitið hjá nevndini kemur mánadagin. Mikudagin vórðu allir næmingar frá 5. flokki og uppeftir sendir heim í hesum 38 kommununum, og matstovur, sjónleikarhús, søvn, biografar og bókasøvn hava eisini latið aftur. Almennir arbeiðsgevarar hava fingið áheitan um at senda øll starvsfólk til hús, sum ikki hava serligt virksemi, og mælt verður eisini privatum arbeiðsgevarum til at senda síni starvsfólk heim, um tað ber til. Men tað er framvegis óvist, hvussu nógvar og hvørjar kommunur verða fevndar av nýggju avmarkingunum, men sambært upplýsingum, sum TV2 hevur fingið, verður talan um kommunur, har smittutíttleikin er 200 ella fleiri fyri hvørjar 100.000 íbúgvar, og at meira enn tvey prosent hava fingið staðfest sjúkuna seinastu sjey dagarnar. Framsøgufólkini í covid 19 nevndini í fólkatinginum verða kunnað fyrrapartin, og TV2 skilir, at nýggju avmarkingarnar verða settar í verk um fáar dagar. Vit hoyra Jøkilskvæði, fyrsta og annan tátt. Høgni Mohr skipar í Dansifelagnum í Havn. Jøkilskvæði hevur fýra tættir . Vit hoyra Dansifelagið í Havn kvøða Jeg lagde mit hoved til Elverhøj. Ingibjørg í Hoyvík skipar. Eisini hoyra vit í fyrra parti sumbingar kvøða Virgarskvæði. Eli Poulsen skipar. Grundarlag var ikki fyri at fáa mannin, sum týskvøldið fór inn í heimið hjá einum politisti og legði á hann og hótti teir, sum tóku hann, eftir lívinum, varðhaldsfongslaðan. Í dag, 10. desembur, er altjóða mannarættindadagur, tá ljós verður varpað á heimsyvirlýsingina um mannnarættindini, sum Sameindu Tjóðir samtyktu í 1948. Katin á Neystabø, aðalskrivari í Amnesty International Føroyum, sigur, at tað er framvegis umráðandi at varpa ljós á altjóða mannarættindadagin. Ein teaturkonsert er ein samanrenning av tónleiki og sjónleiki, sum ikki hevur eina hendingagongd í beinari tíðarrøð, men har framførslan av leikmyndum úr ymiskum verkum verða avbrotin, og um somu tíð samanbundin, við ymiskum teksti og tónleiki. Solistar á Soir e vóru Ernst Sondum Dalsgarð tenorur, Herfinnur Árnafjall bariton, og Birita Poulsen og Birita Adela Davidsen sopranar. Jóhannes Andreasen var kapellmeistari og Annfinnur Heinesen var frásøgufólk og leikstjóri. Tjóðhild vitjaði í Nón, har hon greiddi frá bókini, sum sigur søguna um lítla køkin í kunningarstovuni í Nólsoy, sum ofta av neyð var noyddur at hugsa øðrvísi. Eitt dømi eru pannubreyðini, sum blivi til, tí at ovnurin var út av lagi vánaligur. 1. februar fer sóknarpresturin, Marjun Lómaklett, at røkja nýggja tænastu í fólkakirkjuni. Í eitt ár verður hon integratiónsprestur og fer at gera tænastu millum teirra, ið eru nýføroyingar. Fólkakirkjan hevur sett sær fyri at vera við í arbeiðinum at taka væl ímóti teimum fremmandu, ið velja at seta búgv í Føroyum. Aðalmálið er at vera teimum fremmandu, ið koma til landið, til gagns og nyttu andaliga og tímiliga. Tey fremmandu eiga at kenna seg vælkomin og verða møtt við heitum hjørtum, ið eru hjástødd gerandis og heilagt, sigur bispur. Ein av uppgávunum hjá integratiónsprestinum verður at hava gudstænastur á enskum máli. Talan er millum annað um at byggja brúgv millum teir nýggju føroyingarnar, kirkjuna og samfelagið. Dentur verður eisini lagdur á at varpa ljós á tey mentanarligu virðini, so tey, ið koma til landið, lættari kunnu gerast ein partur av heildini, skrivar bispur. Tað verður Øssur Kjølbro, prestur, ið verður virkandi sóknarprestur í Norðoya vestara prestagjaldi ta tíð, ið Marjun Lómaklett hevur integratión sum sítt virkisøki. Fyrst í oktober búðu 52.752 í Føroyum, og sostatt vaks fólkatalið 102 fólk í mánaðinum. Seinasta árið er fólkatalið vaksið umleið 1.000 fólk. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir skeyt upprunaliga upp, at lønarískoytið skal lækka 40 prosent av lønarinntøku, sum er størri enn 2.000 krónur Meirilutin í Trivnaðarnevndini mælti til í sínum áliti, at lønarískoytið skal lækka 30 prosent, har lønarinntøkan er millum 2.000 og 15.000 krónur, og fyri lønarinntøku, sum er størri enn 15.000 krónur, skal lønarískoytið lækka 50 prosent. Uni Rasmussen, formaður í Trivnaðarnevndini, segði, at partar av uppskotinum eiga at verða viðgjørdir nærri. Hann mælti eisini til at beina málið aftur í nevndina, og tað samtykti løgtingið einmælt. Stór mótstøða er ímóti uppskotinum um at skerja lønarískoytið. Einstaklingar og felagsskapir hava funnist at uppskotinum, og í sambandi við triðju viðgerð í dag sendi Samtak eisini løgtinginum eitt mótmælisskriv, har heitt verður á tingfólk um ikki at skerja tey, sum hava mist sínar arbeiðsførleikar. Løgtingið hevur í dag endaliga samtykt uppskotið hjá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni, um at hækka útgjaldið úr 75 prosentum upp í 80 prosent av lønini. Hægsta útgjaldið hækkar samstundis úr 17.500 krónum upp í 18.500 krónur um mánaðin. Eisini inngjaldið til ALS verður broytt á nýggjárinum. Inngjaldið lækkar úr 1,25 prosentum niður í 1 prosent av lønini. Henda broytingin verður gjørd í kunngerð. Løgtingið hevur eisini samtykt at gera aðrar tillagingar í lógini um ALS. Millum annað skal føroyska arbeiðsloysisskipanin samsvara betur við norðurlendska sáttmálan um almannatrygd, og kærunevndirnar hjá Arbeiðsloysisskipanini og Barsilsskipanini verða lagdar í somu kærunevnd. Sambært stýrinum fyri ALS er fíggjarliga haldførið hjá skipanini somikið gott nú, at skipanin megnar at standa ímóti einum arbeiðsloysi upp á 8 prosent 12 samanhangandi ár, Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður. Trine Bramsen sigur, at hon ætlar sær til Føroya í januar at hitta Jenis av Rana, landsstýrismann í uttanríkismálum, um hernaðarradaran, sum ætlanin er at seta upp á Sornfelli. Gunvør Balle, forkvinna í mentamálanevndini hjá Tórshavnar Býráð, hevur sett seg í samband við fólkini, sum arbeiða við verkætlanini, SkúlaScam, og biðið tey senda mentamálanevndini eina umsókn um stuðul. Hendan umsóknin skal viðgerast á eyka nevndarfundi mánadagin. Forkvinnan hevur í dag kallað mentamálanevndina á fund mánadagin at taka støðu til stuðulin. Dagsskrá fyri fundin er ikki gjørd enn, men í dag eru fundarboð uttan skrá send út til nevndarlimirnar. Gunvør Balle sigur við Kringvarpið, at skráin til fundin mánadagin verður send út í morgin fríggjadagin tí hon ætlar sær at seta nøkur mál aftur at SkúlaScam á skránna. Tað eru fimm limir í mentamálanevdini hjá Tórshavnar Býrað. Tríggir úr Tjóðveldi og tveir úr Javnaðarflokkinum. Krevur ein av nevndarlimunum at fáa málið nærri viðgjørt á býráðsfundi, so hevur forkvinnan skyldu at leggja málið fyri býráðið. Sum Kringvarpið skilir, so fer ein av nevndarlimunum at krevja hetta. Heðin Mortensen, sum er limur í mentamálanevndini, undrast á mannagongdina og sigur seg enn hvørki hava sæð dagsskránna fyri fundin ella umsóknina, sum skal viðgerast. Í einum tíðarskeiði upp á tvær vikur eru tvey løgreglufólk hótt í egnum heimi. Tílíkar hendingar raka avvarandi hjá løgreglufólki serliga hart, sigur formaðurin í politistafelagnum. Maðurin, sum 26. november breyt inn í heimið hjá løgreglufólkinum, er varðhaldsfongslaður til á tollaksmessu, men grundarlag var ikki fyri at varðhaldsfongsla mannin, sum síðsta týskvøld leyp á løgreglufólkið í heiminum. matur úr allari verðini, do.undirh.røð frá 2019 Heimsins meginlond samlast í Kastanjugarði Asiatiskar soyabønur, suðuramerikanskt quinoa og danskt bókhveiti sum upprunaliga eisini stavar úr Asia. Og so fær Haapio báturin tann finski ein umgang við nýkókaðari, finskari tjøru. Nobel friðarheiðurslønin var í dag latin ST stovninum World Food Programme. Heldur ikki friðarheiðurslønin slapp undan at vera ávirkað av korona. Tí fór handanin ikki fram í Oslo sum vanligt, men í italska høvuðsstaðnum Róm. Heldur ikki var tað umboð fyri Nobel nevndina, ið handaði virðislønina, men varaforsetin á altjóða skrivstovuni fyri friði. Tinder ella veitslur fyri støk , do. røð frá 2020 Flemming fær góð ráð frá vinmanninum Tony, áðrenn hann skal í veitslu fyri støk. Claus tekur eina stór avgerð og leitar sær hjálp at koma viðari í lívinum. Og Peter roynir at bróta einsemið og meldar seg til rytmiskt samanspæl. Men hann hevur aldri spælt fyrr, so hann er spentur, hvussu tað fer at gangast. Lagt til rættis Michael Plejdrup. Fyri fýra árum síðani sendi Kringvarpið fyrsta dokumentarin um Høgna Kunoy Dávason, sum hevur lívshættisligu sjúkuna cystisk fibrose. Miðal livialdurin hjá teimum, sum hava cystisk fibrose, er ikki høgur, og tí tekur 16 ára gamli drongurin nógvan heilivág og er javnan á sjúkrahúsinum. Men Høgni hevur eisini svart belti í taekwondo, og stríðsítróttin hjálpir honum móti sjúkuni. Í hesum dokumentarinum eru vit við, tá hann roynir at vinna fyrsta DM heitið í taekwondo. Hesin dokumentarurin er eitt framhald av hugtakandi søguni um ein drong, sum hevur høg mál, egið felag og altjóða netverk. Samstundis liva hann og familjan í skugganum av eini eirindaleysari sjúku. Annica familjan høvdu spart leingi fyri at sleppa dreymaferðina saman. Men flogferðin varð avlýst, familjan var heima og tey mistu alt, tey høvdu goldið fyri ferðina. Hvørja hjálp kanst tu vænta at fáa frá flogfelagnum, og hvat skalt tú gera, um tað hendir Pluss kannar Programleiðari Inger Ljung Olsson. Franska dátueftirlitið, CNIL, boðaði í gjár frá, at stovnurin hevur givið tøknirisanum, Google, 100 milliónir evrur í bót, svarandi til 744,5 milliónir krónur. Bótina fær Google fyri at ikki at hava hildið franskar reglur um tað, sum á enskum eitur cookies, sum eru kennifílar, ið eru spor, tú leggur eftir teg, tá tú ferðast á netinum. Eisini stóra felagið Amazon fær bót, 35 milliónir evrur, sum svarar til 260 milliónir krónur fyri sama brot, skrivar norska blaðið Verdens Gang, vg.no Fíggjarnevndin fekk uppskotið 8. oktober, og í gjár kom álitið. Nevndin hevur tó ta broyting, at tilskilað verður, at veiðigjaldið fyri botnfisk er fyri botnfisk, sum er fiskaður í Barentshavinum. Veiðigjøldini eru 1,50 krónur fyri kilo av makreli, 60 oyru fyri norðhavssild, 25 oyru fyri svartkjaft og 50 oyru fyri kilo av botnfiski í Barentshavinum. Hetta eru somu gjøldini, sum hava verið síðani 2018. Heimaflotin er undantikin veiðigjaldinum eins og undanfarin ár. Ein arbeiðsbólkur ger í løtuni eitt uppskot um nýtt tilfeingisgjald. Kvinnuhúsið hevur fingið 50 prosent fleiri fráboðanir um harðskap í ár enn í fjør. Í 2019 fekk Kvinnuhúsið 604 fráboðanir um harðskap. Sama tal, ein millión og 765.000 krónur, er í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2021. Í ár eru eisini játtaðir pengar til at útvega hagtøl um harðskap. Fáa vit nágreinilig tøl, sum lýsa hetta økið, ber eisini betur til at leggja arbeiðið til rættis. Hetta hevði tí eisini komið Kvinnuhúsinum til góðar, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur. Við klassisku grundgevingini um, at landsstýrið arbeiðir við málinum og skal hava frið til tess, tekur samgongan ikki undir við uppskotinum til samtyktar hjá Bjarni Hammer í Javnaðarflokkinum um felags foreldramyndugleika fyri bæði foreldur. Trivnaðarnevndin hevur havt uppskotið síðani 29. september, og nú er álitið komið haðani. Meirilutin í nevndini, umboðini hjá samgonguni, tekur ikki undir við uppskotinum og mælir løgtinginum frá at samtykkja tað. Meirilutin vísir á, at í Danmark er eitt avtaluprinsipp um avgerðina um felags foreldramyndugleika hjá ógiftum, og at bæði foreldrini hava ábyrgd av, at barnið hevur samveru við tað foreldrið, sum ikki hevur foreldramyndugleikan. Her noyðast fólk í rættin við slíkum spurningi um foreldrarætt. Tjóðveldið tekur undir við uppskotinum, tó við teirri broyting, at løgtingið biður landsstýrið koma við einari nýggjari lóg um foreldramyndguleika. Tjóðveldið heitir á landsstýriskvinnuna um at hava allar flokkar við í arbeiðinum at gera nýggja foreldramyndugleikalóg, nú málsøkið er yvirtikið. Og lógirnar í hinum Norðurlondunum skulu brúkast sum íblástur til at gera eina lóg, sum er lagað til føroysk viðurskifti og føroyskan tørv. Javnaðarflokkurin tekur undir við uppskotinum hjá Bjarna Hammer. ES vil við hesum tryggja sær, at føroyskar fiskavørur lúka heilsufrøðiligar treytir. Slíkar ES skoðanir hava verið tríggjar ferðir fyrr, í 2008, 2011 og 2015. Føroyar hava síðani 2001 havt eina veterineravtalu við ES nevndina. Avtalan tryggjar, at Føroyar hava somu lóggávu sum ES um fisk og fiskaúrdráttir. Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, sigur nú, at fólk og fyritøkur í Bretlandi skulu fyrireika seg til, at eingin handilsavtala verður millum Bretland og ES á nýggjárinum, tá brexit skiftistíðarskeiðið endar. Boris Johnson segði, at ES hevur sett fram uppskot, sum merkir, at Bretland skal fylgja ES rættarskipanum, og verður tað ikki gjørt, verður revsitollur lagdur á innflutningsvørur. Tað er serliga hesin spurningurin, sum hevur gjørt samráðingarnar sera torførar. Eygleiðarar hjá BBC eru vísir í, at orðini hjá Johnson vísa, at samráðingarnar ganga illa, hóast loysnir hava verið í eygsjón, og ein avtala er betri fyri báðar partar. Boris Johnson og Ursula von der Leyen, forkvinna í ES nevndini, avtalaðu mikukvøldið, at partarnir halda fram at samráðast til í seinasta lagi sunnudagin. Í mars í ár stovnaðu Rúni Lobo Festirstein og Benjamin David Holloway bátasmiðjuna, Brim Boats. Skjót er arbeitt, tí longu nú hava teir gjørt eina prototypu, ella eitt frumsnið, av einum skjótgangandi báti. Í fleiri mánaðir hava teir báðir arbeitt frá tíðliga á morgni til seint á kvøldi. Fyrst tað vanliga lønandi arbeiðið, og seinni hava teir verið í smiðjuni og bygt bátin. Hetta hevur verið strævið, men eisini spennandi. Ikki minst nú tað sær út til, at hetta kann blíva okkara livibreyð, siga teir. Áhugin fyri bátinum er ógvuliga stórur. Bæði í Føroyum og uttanlands. Ein maður í Sameindu Arabisku Emiratunum skrivar til okkum í heilum, men hetta verður tó tikið við fyrivarni, siga teir smílandi. Tú kanst fylgja Brimboats á Instagram á hesum leinki . Fyrrverandi spanski kongurin, Juan Carlos, hevur gjørt semju um, at hann skal rinda 678.000 evrur, tað svarar til umleið fimm milliónir krónur, í einum máli um svik og skattasvik. Fyrrverandi kongurin hevur fingið pening undir borðið, eftir at ein spanskur handilsfelagsskapur í 2008 fekk arbeiðið at gera eina jarnbreytarskipan til snartok úr Medina til Mekka í Saudiarabia. Tá uppskotini til hugskotskappingina, sum RFF skrivaði út millum ung í heyst, komu inn, vóru nógv góð og ítøkilig ráð at velja ímillum. Vinnandi hugskotið kom Brynhild Nolsøe á Lágabø við. Hon og vinir hennara hava eina avtalu um, at Eg koyri teg, tú koyrir meg . Hetta merkir, at tey, sum fara í býin, kunnu ringja til onkran teirra, sum ikki er við, og biðja tey um at koma eftir sær, so tey vita, at tey fara í bilin við einum rúsfríum bilførara. Hóast 98 av føroyingum halda tað ikki kunna góðtakast at vit koyra rúsað, so kemur tað meira enn so fyri, at fólk verða tikin fyri júst hetta, sigur Lovisa Petersen Glerfoss, stjóri í RFF. Henda nýggja herferð er mest til tey ungu, og verður tí at síggja á sosialu miðlunum fyrst og fremst. Tað harmaði Magna Højgaard almikið, at hann varð noyddur at lata so nógv klæði, sum Blái Krossur fekk inn, til brenningar á brennistøðini, ta tíðina hann starvaðist hjá felagsskapinum. Tá eg hoyrdi um nýnýtslu helt eg alt fyri eitt, at hetta mátti vera upplagt hjá okkum at gera nakað við, sigur Magni. Tað tók honum ikki langa tíð at fáa onnur við, og Kirstin Helgadóttir hevur yvirtikið verkætlanina, nú Magni er farin í annað starv. Ætlanin er at fólk kunnu koma inn tvær ferðir um vikuna og við amboðunum, sum eru til taks her, kunnu tey skapa tað tey hava hug til, sigur Kirstin og leggur afturat, at um fólk ikki hava tað greiða hugskotið tá tey koma, so eru mynstur til taks, sum tey kunnu fara í gongd við, finna tey rætta stoffið ella klæði. Fyrst hoyrdist eitt løgið ljóð, og tá rútarnir brotnaðu, minti tað um ein brest ella eitt skot, sigur Anne Mette Greve Klemensen, sum var við á túrinum um fjørðin. Fyrst ljóðaði, at skipið hevði fingið ein sjógv á fjørðinum. Skiparin á Erlu Kongsdóttir segði við Kringvarpið stutt fyri klokkan hálvgum tólv, at rútarnir fóru inn av ristingunum og stoytum. 10 ferðafólk vóru við á túrinum. Erla Kongsdóttir var nær Havnini, tá rútarnir á skipinum fóru inn. Tað eru bara fýra dagar síðani, at skipið varð doypt og varð sett í sigling. Tað sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni, eftir hendingina, tá rútar brotnaðu á nýggja avloysaraskipinum, sum var á veg til Havnar úr Nólsoy fyrrapartin. Foreldur at børnum, sum verða fødd fyri nýggjársaftan, fáa ikki lut í longdu barsilstíðini, sum varð samtykt í løgtinginum í gjár. Eru vit í kirkju ein sunnudag, ella sita vit og hyggja eftir gudstænastu í sjónvarpi, so síggja vit ein vakran altardúk, messuakul, gólvleypara ella annað, sum nógv kundu hugsað sær at vita meira um. Paulina M.K. Eliasen hevur í 38 ár gjørt eitt stórt siðsøguligt arbeiði at skráseta kirkjuklæði í øllum kirkjum og bønhúsum í fólkakirkjuni. Og nú er hetta stórarbeiði komið út í bók. Eg fekk áhugan tíðliga í tíðini. Eg havi lært til hondarbeiðslærara, og tá eg gjørdi høvuðsuppgávu, skrivaði eg um præstens arbejdstøj i Danmark og p Færøerne . Tað var ikki uttan orsøk, eg valdi tað, tí mamma hevur broderað fleiri altardúkar, og eg havi altíð gingið í kirkju, so eg fekk áhugan haðani, sigur Paulina M.K. Eliasen. Í bókini Kirkjuklæði lýsir hon tað søguliga, hvør hevur gjørt klæðini, hvussu gomul tey eru, hvussu tey eru gjørd, og hvussu tey vera nýtt. Bókin Kirkjuklæði er 404 síður, prýdd við nógvum myndum, og samandráttur er eisini á donskum, enskum og týskum. Niðurstøðan av hesi kanningini og skuggatalskanningini í vár er, at almennu koronutølini eru sera eftirfarandi, og at bara heilt fáir føroyingar hava havt koronu, uttan at vita av tí. Verða tey trý í kanningini, sum høvdu andevni móti koronu, umroknað til alt fólkatalið, svarar tað til, at 165 føroyingar hava havt koronu, uttan at vita av tí. Tað siga Pál Weihe, yvirlækni, og Maria Skaalum Petersen, granskari á Deildini fyri Arbeiðs og almannaheilsu, sum saman við Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, Landssjúkrahúsinum, Fróðskaparsetrinum og Landslæknanum hava staðið fyri kanningini. Lættari atgongd til kanning, smittuuppsporing og sóttarhald tykist rigga væl, og hevur helst verið avgerandi fyri, at skuggatølini eru so lítil, siga Pál Weihe og Maria Skaalum Petersen. At rútar brotnaðu á Erlu Kongsdóttir á veg úr Nólsoy til Havnar fyrrapartin, hevur við sær, at Erla Kongsdóttir er tikin úr sigling. Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at Strandferðslan fer nú at venda sær til norsku skipasmiðjuna, sum hevur smíðað Erlu Kongsdóttir. Tekniska deildin hjá Strandferðsluni kannar eisini málið, men tað er greitt, at rútarnir brotnaðu ikki, tí skipið fekk ein sjógv. Teir brotnaðu í le borði. Løgtingið samtykti í dag endaliga eykajáttanarlógina, sum heimilar landsstýrismanninum í fíggjarmálum at spræna 100 milliónir krónur í Atlantsflog. Við triðju viðgerð í dag skutu Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi upp at játta flogfelagnum 500.000 krónur. aftrat teimum 100 milliónunum, sum skulu brúkast til at viðlíkahalda førleikarnar hjá uppsøgdu starvsfólkunum. Við triðju viðgerð í dag løgdu Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi fram eitt broytingaruppskot um at játta Atlantsflogi eina hálva millión krónur aftrat teimum 100 milliónunum. Pernille Harder varð seld Chelsea fyri metstóra upphædd, 2,5 milliónir krónur, og er eisini kosin besti spælari í Týsklandi, tá ið hon vann meistaradeildina við Wolfsburg. Hon er 28 ára gomul, og vann eisini heitið, sum besti spælari í 2018, skrivar The Guardian. Síðani 2012 hevur forboð verið í gildi móti útvísing, og tað skuldi forða fyri, at sýrar, sum ikki hava fingið formligt uppihaldsloyvi, verða sendir aftir til ófriðarlig øki í heimlandinum. Men forboðið fer úr gildi á nýggjárinum. Frá 1. januar kunnu tey, sum fremja brotsverk í Týsklandi ella hava ætlanir ella stuðla yvirgangi, verða send heim aftur. Hetta rakar tó ikki sýrar, sum hava fingið uppihaldsloyvi og búgva í Týsklandi. Skál er heiti á nýggjum prosa yrkingasavni eftir Daniu O. Tausen. Vit fáa orðið á Daniu, sum eisini lesur úr savninum. Og so hitta vit Paulinu Eliasen, sum hevur skrivað bókina Kirkjuklæði , har hon hevur skrásett og lýsir allan kirkjutekstil í føroysku kirkjunum. Bókahandlarafelagið skipar nú aftur fyri skaldsøgukapping. Fyri tveimum árum síðan komu ikki færri enn 16 handrit inn, og vónin er, at enn fleiri skriva og senda inn hesa ferð. Vit tosa við formannin í bókahandlarafelagnum, sum eisini hevur hugt at, hvørjar bøkur selja best nú uppundir jól. Lars Bisgaard er dani og býr í Hósvík. Seinastu átta árini hevur hann fingist við at fotografera, og nú loksins hevur hann fingið sær eina heimasíðu, har til ber at síggja ein part av hansara myndum. Talan er um sera ymiskar myndir, av landsløgum, náttúru, fuglum og sørfarum. Vikuskiftissendingin var á gátt hjá fotografinum í Hósvík. Lars greiðir frá, at hann hvønn sunnudag fer út at fotografera. Við sær hevur hann ikki bara eitt men heili trý myndatól. Hendir tað seg, at hann sær ein fugl, steðgar hann bilinum alt fyri eitt og tekur mynd av honum. Á heimasíðuni hjá Lars eru eisini myndir av krúnprinsaparinum, tá tey vitjaðu í Føroyum. Hoyr samrøðuna her. Norðurlandshúsið skipar fyri Luciatiltaki sunnudagin 13. desember. Umframt at kórið Cantus fer at syngja og ganga Lucia, borðreiðir Norðurlandahúsið við gløgg og lussekatter . Vikuskiftissendingin fór á gátt í Norðurlandahúsinum fyri at spyrja stjóran um, hvat hetta er fyri matur. Gunn greiðir frá, hetta er norskur siður, sum hevur uppruna í Svøríki. Talan er um ein søtan bolla við rosinum, sum er litaður við saffran. Hoyr Gunn greiða frá. Edith Maria Petersen arbeiðir 10 tímar um vikuna, sum er tað, ið hennara støða loyvir henni. Hon hevur roynt at arbeitt fleiri tímar, men tað er orkan ikki til, og tí er tað ikki ein møguleiki fyri at vinna mistu inntøkuna inn aftur. Landsstýrið hevur sett sær fyri at spara á fíggjarlógini. Sparingin skal millum annað finnast við at lækka hægsta útgjaldið á tillagaðum størvum. Úr 22.000 krónum og niður í 19.900 krónur fyri tey, ið eru í starvi nú, men fyri nýggj tilagað størv, verður hægsta almenna útgjald 18.552 krónur. Samlað ein sparing, ið er uppá millum eina og hálva aðru millión. Hon var í sigling um Nólsoyarfjørð í fimm dagar, men nú liggur Erla Kongsdóttir aftur. Orsøkin er, at á veg úr Nólsoynni til Havnar fyrrapartin fóru tveir stórir rútar í stýriborð í sor. Fyri at gera túrin um Nólsoyarfjørð so tryggan sum gjørligt fyri bæði skip og manning, hevur skiparin á Ternuni verið staðkendur vegleiðari hjá skiparanum, síðani Erla Kongsdóttir fór í sigling um fjørðin. Og báðir eru teir samdir um, at talan er um eitt gott skip. Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at Det Norske Veritas hevur havt eftirlit við allari byggingini av Erlu Kongsdóttur. Nú skal Norske Veritas kanna, hvør orsøkin er til, at rútarnir brotnaðu, og hvat skal gerast við hetta. Skipið er lagt og sleppur ikki í sigling, fyrr enn hesi viðurskifti eru fingin í rættlag. Umvælingin er umfatað av garanti. Hassfjord er sett í siglingina millum Nólsoynna og Havnina. Hassfjord kann bara taka tólv ferðafólk, og tí siglur hon so at siga alla tíðina. Altjóða fjalladagurin er ein dagur, har fjøllini verða fagnað, og tí vóru vit á gátt hjá Føroya kendasta fjallmanni, Pól Sundskarð, í dag. At ein landsstýrismaður noktar stuðul, og ein býráðspolitikari ætlar at stuðla, eru bæði tvey dømi um, at føroyskir myndugleikar eru á skeivari kós. Tað heldur næstformaðurin í danska filmsinstruktørfelagnum, Rasmus Kloster Bro, sum hevur sett seg í samband við norðurlendskar og evropeiskar starvsfelagar um málið. Tað hevur stóran týdning at læra bæði mál og mentan fyri at gerast partur av samfelagnum, siga tilflytarar. Vit vóru við í dag, tá ið kvøldskúlin hevði seinasta undirvísingartíman fyri tilflytarum fyri jól. Í gjár varð ítróttahøllin við Streymin endaliga handað Sunda kommunu. Hetta er fyrsta ítróttahøll nakrantíð í kommununi. Høllin er bygd føst í nýggja Skúlan við Streymin, og hon lýkur øll mál í bæði hondbólti og flogbólti. Pláss er fyri 350 sitandi áskoðarum. Høllin verður klár at taka í nýtslu eftir árskiftið. 31. desember broytist ein grundleggjandi fortreyt fyri fiskiveiðusáttmálar millum strandarlondini í Norðuratlantshøvum, tá Bretland fer úr ES. Júst hvussu fortreytirnar broytast er kortini óvist, tí ES og Bretland eru enn ikki vorðin samd um hvussu fiskivinnan skal skipast. Men í gjár boðaði norski fiskimálaráðharrin, Odd Emil Ingebrigtsen, frá, at um eingin semja verður gjørd millum ES og Bretland, so fer Norra at nokta bretskum og ES skipum at fiska í norskum sjóøki. Samstundis merkir tað helst eisini, at norsk skip verða noktað atgongd í sjóøkið hjá Bretlandi og ES. Føroyska støðan er tann sama, men í næstu viku verða samráðingar við bæði ES og Bretland um nýggjar fiskiveiðuavtalur, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Hallið á fíggjarlógini veksur við 41 milliónir, so at tað nú er 213 milliónir krónur. Tað framgongur í álitinum til fíggjarlógina fyri 2021, nú fíggjarnevndin hevur skrivað álit í málinum. Hoyr samrøðuna, sum Uni Holm Johannesen hevði við Magnus Rasmussen, formann í fíggjarnevndini, í útvarpstíðindunum. Fyri at verja samfelagið og okkum sjálvi, vilja vit í matstovu , barr og náttarlívsvinnuni í Tórshavn heita á útisetar, sum koma heim, um at virða og fylgja tilmælinum um seks daga karantenu og kanning sætta dag, siga tey í skrivi, sum er sent fjølmiðlunum. 13 matstovur, barrir og náttklubbar hava skrivað undir áheitanina. Tey eru Basecamp, Bassalt, Blábar, Essabarr, Glitnir, Irish Pub, Jomfrúbakkin, Landskrona, Loca, Luux, Sirkus, Tórshøll og Víngarðurin. Hoyr samrøðu við Sunneva Háberg Eysturstein í útvarpstíðindunum. Fimm nýggir smittutilburðir vóru í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum. Sostatt eru 19 persónar smittaðir í løtuni og ein persónur er innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronasmittuna. Av teimum fimm tilburðunum eru fýra partur av smittuketu, sum landslæknin fylgir. Sambært Lars Fodgaard Møller, landslækna, er talan bara um hesa einu virknu smittuketuna, sum fylgt verður við í løtuni. Annars er tamarhald á støðuni, men tað er týdningarmikið at vera á varðhaldi, nú tá fleiri fólk koma til Føroyar næstu dagarnar, sigur landslæknin. Ein persónur er komin til Føroya úr útlondum, og fekk staðfest smittuna við einari kanning fýra dagar eftir, at viðkomandi kom til landið. 1056 kanningar vórðu gjørdar í gjar. Jambalaja er framvegis í jólahýri. Vit hoyra nakrar nýggjar sangir og tríva í nøkur av hittunum, sum daga framaftur á hittlistunum hvørji jól. Fleiri jólasangir í bluegrass stíli eru eisini við í Jambalaja í dag Fyri at verja samfelagið og okkum sjálvi, vilja vit í matstovu , barr og náttarlívsvinnuni í Tórshavn heita á útisetar, sum koma heim, um at virða og fylgja tilmælinum um seks daga karantenu og kanning sætta dag, siga tey í skrivi, sum er sent fjølmiðlunum. Tey eru Basecamp, Bassalt, Blábar, Essabarr, Glitnir, Irish Pub, Jomfrúbakkin, Landskrona, Loca, Luux, Sirkus, Tórshøll og Víngarðurin. Strandfaraskipið Hasfjord fekk í dag maskintrupulleikar í Nólsoyarfirði og mátti sleipast til Havnar. Sambært Jóhan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðara í Strandferðsluni, er trupulleikin ein slanga til ein hjálpimotor, ið brast undir sigling. Pressarin fór út til Hasfjord og sleipaði skipið aftur til Havnar. Skaðin verður umvældur og miðjað verður eftir, at fáa Hasfjord í sigling aftur skjótast gjørligt. Hasfjord er næsta avloysaraskipið á Nólsoyarleiðini, ið hevur fingið skaða hesa vikuna. Hasfjord bleiv nevniliga sett á røkja farleiðina, aftaná at tveir rútar brotnaðu umborð á Erlu Kongsdóttir, tá hon var á veg til Havnar í gjár. Landsstýrið má skunda sær at finna eina loysn til innkomuvegin í Tórshavnar kommunu, nú Eysturoyartunnilin verður tikin í nýtslu. Tað er felags boðskapurin frá fíggjarnevndarlimunum í løgtinginum. Í álitinum í samband við játtan til pening til nýggja Fjøruvegin í Runavíkar kommunu eftirlýsir nevndin nevniliga eina loysn til innkomuvegin í Tórshavnar kommunu. Samstundis vil nevndin gera vart við, at alneyðugt er at fáa loysn á málinum um innkomuvegin til Tórshavnar, nú tunnilin letur upp fyrsta dagin. Nevndin heitir á landsstýrið um at bera skjótt at og koma í Løgtingið við málinum um innkomuvegin til Tórshavnar so ein endalig loysn fæst á hesum átrokandi máli. Annars er tað ein samd fíggjarnevnd, sum tekur undir við avtaluni, sum Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, gjørdu í november, um at landið rindar 55 milliónir krónur til verkætlanina at gera ein nýggjan Fjørðuveg í Runavíkar kommunu, ið skal lofta ferðsluni til og frá nýggja undirsjóvartunlinum, ið kemur upp í Saltnesi. Málið kemur til 2. viðgerðar í løgtinginum í morgin. Utgávan inniheldur bæði tað størsta europeiska hittið og tað størsta amerikanska hittið hjá Styx. Dennis DeYoung og Tommy Shaw skrivaðu og sungu flestu løgini á Cornerstone. Babe er sangur hjá Dennis DeYoung, meðan Tommy Shaw skrivaði Boat on the River. Babe er einasti sangur, ið Styx hevur havt sum plettskot á amerikanska Billboard Hot 100, meðan Boat on the River er bólksins størsta europeiska hitt. David Fricke hjá tíðarritinum Rollin Stone skrivaði tann 13. desember í 1979, at Styx altíð hevði skilt týdningin av góðum løgum, gittarriffum, og harmonium. Talan er um nøkur av teimum kendastu sangunum, sum Ken Hensley gjørdi saman við Uriah Heep í sjeytiárunum. Til dømis Lady In Black, Look at Yourself, Stealin , og Free Me. ES vanliga verða tættirnir á midnátt einans lagdir á heimasíðuna, tá lurtarar spyrja um hetta, eins og í hesum føri. Í apríl 1988 varð skeið hildið norðuri á kokkaskúlanum í Klaksvík, har tað stóra kalda borðið varð gjørt. Í hesum seinna partinum greiðir Mikkjal Joensen, lærari á skeiðnum, frá rættunum á borðinum. Óluva Skaale og Jógvan Asbjørn Skaale luttóku. Sendingina gjørdu Hans Petur Hansen, Jógvan Páll Johannesen, Óluva Skaale og Jógvan Asbjørn Skaale. Jógvan Fríðriksson, bispur, handar Erlu Olsen medalju frá Drotningini fyri trúgva tænastu í kirkjuni, har hon hevur spælt spælt urgu og havt kirkjukór í nærum 42 ár. Jógvan Fríðriksson, bispur, handar Erlu Olsen medalju frá Drotningini fyri trúgva tænastu í kirkjuni, tí hon hevur í nærum 42 ár spælt urgu og havt kirkjukór. Verandi átøkini móti koronusmittuni hava ikki víst seg, at vera munagóð. Tað sigur Angela Merkel, samveldiskanslari, sambært tíðindastovuni, Reuters. Tí er neyðugt at seta strangari tiltøk í verk fyri at tálma smittuspjaðingini, sigur Merkel eftir ein fund í gjár, tá 16 høgtstandandi politikarar í landinum hittust. Týskland fer tí at steingja eina røð av handlum og skúlum nú mikudagin til 10. januar. Hesa tíðina verða tað mest sum bara matvøruhandlar og apotekini í landinum, sum fara at hava opið. Tað fer eisini at vera bannað at drekka alkohol í almenna rúminum hetta tíðarskeiðið, sigur týski samveldiskanslarin, Angela Merkel. Týska stjórnin fer í hesum tíðarskeiðnum at veita fíggjarliga hjálp til handlarnar, sum fara at missa intøkur, sigur Olaf Scholz, ráðharri í fíggjarmálum. Handlarnir fara hesar fýra vikurnar at kunna fáa í mesta lagi 500.000 evrur frá landinum í fíggjarligum stuðli, ella tað, ið svarar til 3,7 milliónir krónur. Seinastu vikuna eru meira enn 20.000 nýggir COVID 19 tilburðir staðfestir um samdøgrið í Týsklandi, og fríggjadagin setti talið met, tá 29.785 nýggir tilburðir vórðu staðfestir í landinum eftir einum samdøgri. Tí er tað ikki óhugsandi, at veruliga smittutalið í Týsklandi er væl størri enn almennu tølini hjá myndugleikunum. Síðstu sjey dagarnar eru 3.036 fólk í Týsklandi deyð av COVID 19. Tað sigur Ursula von der Leyen, forkvinna í ES kommissiónini, eftir ein telefonfund við bretska forsætisráðharran, Boris Johnson, í dag. Tað mest ábyrgdarfulla er kortini at halda fram við samráðingunum, hóast freistin er farin, sigur forkvinnan í ES kommissiónini sambært tíðindastovuni, Ritzau. Stóra Bretland fór úr Evropasamveldinum tann 31. januar í ár, men skiftistíðin er til á nýggjárinum, tá øll viðurskiftini formliga skulu verða avgreidd. Í hesari skiftistíðini er Bretland framvegis partur av innara marknaðinum hjá ES og eisini í tollsamstarvinum. Men, tað verður landið ikki eftir nýggjar. Tí fer tað at hava avleiðingar fyri handilslívið í bæði Evropasamveldinum og Stóra Bretlandi, um partarnir báðir ikki fáa eina handilaavtalu í lag áðrenn ta tíð. Sambært uttanríkisráðharranum í Írlandi, Simon Coveney, er tað eitt gott tekin, at samráðingarnar millum partarnar báðar halda fram. ES forsetin, Charles Michel, undirstrikar í dag, at ES heilt vist fer eftir eini handilssemju. Eisini Angela Merkel, sigur seg vóna, at ES og Bretland kunnu semjast um eina handilsavtalu. Ein av teimum stóru snávingarsteinunum er fiskiskapurin. Uttan eina nýggja fiskivinnuavtalu verður tað ólógligt at fiska í bretskum sjóøki eftir nýggjár. Eitt fólk, sum kom til landið við flogfari í gjár, fekk staðfest smittuna á regluligu koronukanningini við landamarkið á flogvøllinum. Einki fólk í Føroyum er í løtuni innlagt hjá Sjúkrahúsverki Føroya við smittuni, upplýsa heilsumyndugleikarnir í Føroyum seinnapartin. Tað vísir ein uppgerð frá Johns Hopkins University, skrivar amerikanska sjónvarpsstøðin, NBC Washington, sambært tíðindastovuni, Ritzau. Samstundis nærkast talið á deyðum í USA 298.000 fólkum. Ringast stendur til í New York, har meira enn 35.000 fólk higartil eru deyð av smittuni. Tað kunngjørdi forsetin, Donald Trump, á Twitter leygarnáttina okkara tíð. Í fyrsta umfari verða tað eldri fólk og heilsustarvsfólk, sum fáa koppsetingina, sigur forsetin. USA tað sætta landið í heiminum eftir Stóra Bretland, Kanada, Meksiko, Saudiarabia og Bahrain sum hevur góðkent koppsetingina hjá teimum báðum heilivágsfyritøkunum. R7 byrjaði at senda í november í 2015, og nú rásin júst hevur hildið fimm ára føðingardag, er avgerð eisini tikin um, at útvarpsrásin gevst. Vit eru ikki blivin rík av hesum, men orsøkin er ikki fíggjarlig, sigur Petur Jacobsen, ið saman við familjuni hevur sitið í leiðsluni hjá útvarpsrásini. Hann sigur, at tað hevur verið tíðarkrevjandi at reka útvarpsrásina, og at inntøkurnar ikki hava verið nóg stórar til, at familjan og leiðslan hevur fingið løn hesi fimm árini. Enn hevur eingin víst áhuga fyri at yvirtaka virksemið hjá R7 útvarpsrásini og konseptinum, sigur Petur Jacobsen í stuttari viðmerking við útvarpið. Í morgin kl 13 verða koronu tilmælini í sambandi við jólahøgtíðina løgd fram. Tíðindafundurin verður hildin í Kringvarpinum. Tey, sum leggja nýggu tilmælini fram, eru Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum, og Bjarni á Steig, heilsufakligur ráðgevi hjá Heilsumálaráðnum. Tingfundurin skuldi vera klokkan 11, men hann er útsettur, tí Smyril sigldi ikki fyrsta túrin í morgun. Hann hevur tekniskar trupulleikar. Í tí eru nógv broytingaruppskot. Hallið er 41 milliónir krónur størri enn tað var hjá landsstýrinum. Sambært álitinum er hallið 213 milliónir krónur Í stuttum telduposti til Fíggjarnevndina sigur Fíggjarmálaráðið, at tað hevur somu veiðigjøld í uppskotinum um fíggjarlóg fyri næsta ár, sum eru í fíggjarlógini fyri 2020. Men tað hevur ikki eydnast at fiska alla makrelkvotuna í ár, og sama óvissa er helst eisini galdandi fyri 2021. Tí verður mælt frá at taka fluttu kvoturnar við í dagførdu inntøkumetingina, sigur Fíggjarmálaráðið. Veiðigjøldini eru 1,50 krónur fyri kilo av makreli, 60 oyru fyri norðhavssild, 25 oyru fyri svartkjaft og 50 oyru fyri kilo av botnfiski í Barentshavinum. Hetta eru somu gjøldini, sum hava verið síðani 2018. Tilsamans 3.831 ferðafólk koma við flogførum hjá Atlantsflogi til Føroya hetta til tollaksmessudag, sum er seinasti dagurin, flogið verður fyri jól. Í sendingini práta vit við Dánial Gaardlykke, trúboðara, Benjamin Jacobsen, sum eisini hevur verið trúboðaraferð í Kina, og kinesisku Jingwen, sum er kristin. Bakkafrost sigur, at burturkastið frá smoltstøðini á Strond, okkurt um 10.000 rúmmetrar, fer at geva elorku, sum svarar til árligu nýtsluna hjá 225 húskjum, og hitaorku, sum svarar til árligu nýtsluna hjá 47 húskjum. Ein av orsøkunum er, at svenska skipaskrásetingin hevur tikið burtur forðingarnar, sum gjørdu, at svensk reiðarí valdu FAS skipanina framum. Verður hugt at styrkilistanum, so eigur Moldova at vera mótstøðulandið, ið Føroyar hava bestan møguleika ímóti í komandi HM undankapping. Rákið er, at vøksturin í lønargjaldingunum er steðgaður, men fyrstu 11 mánaðirnar í ár eru goldnar 1,8 prosent meira í lønum enn somu tíð í fjør. Størsta lønarískoytið verður framvegis 22.000 krónur hjá teimum, sum nú eru í tillagaðum ella vardum starvi, og ikki 19.900 krónur, sum landsstýrið ætlaði. Nú mælir meirilutin í nevndini, umboðini hjá samgonguni, tí at varðveita hámarkið 22.000 krónur hjá teimum, sum eru í starvi á nýggjárinum, tá lógarbroytingin kemur í gildi. Hesum veit Jóannes Fonsdal at siga frá, nú hann hevur skrivað eina bók um Vestmanna kirkju í samband við at kirkjan fylti 125 ár 3. sunnudag í advent. Fleiri ymisk ting í kirkjuni eru áttakantað, og ímynda tí ævinleikan, sum eitt nú doypifunturin og prædikustólurin. Eisini eru átta røð av ljósum undir loftinum, so vit eru í Vestmanna kirkju nær ævinleikanum, sigur Jóannes skemtiliga. Tá kirkjan fylti 100 ár, varð ein bók skrivað til høvið, og henda nýggja bókin umrøður so kirkjuna hesi seinastu 25 árini. Hann hevur sett ljós til stórar pallupplivingar í ár á Betty Nansen Teater, Aarhus Teater og Teater S H, og tað er millum annað fyri hansara ljósarbeiðið á hesum støðunum, at hann fær viðurkenningina. Mann leggur ikki altíð merki til ljóssniðgevar, tí tað fyrigongur jú aftan fyri pallin, so tað er heilt serligt, at tað verður lagt merki til ein, sigur ein fegin Súni Joensen. Eitt starvsfólk í sjúkrahúsverki fekk leygardagin staðfest koronusmittuna. Starvsfólkið kom aftur til Føroya seinasta mánadag, og fór beint aftur til arbeiðis týsdagin. Sostatt hevði starvsfólkið verið til arbeiðis í sjúkrahúsverkinum í fleiri dagar, tá viðkomandi fekk staðfest koronusmittuna leygardagin. Sambært mannagongdini hjá sjúkrahúsverkinum, skulu starvsfólkini í minsta lagi halda seg heima, til úrslitið frá royndini sætta dagin er klárt. Áskoðarar sleppa ikki at hyggja at ítrótti í høllunum kring landið um høgtíðina. Bárður Nielsen, løgmaður, mælti á tíðindafundi seinnapartin til, at innandura ítróttur verður spældur uttan áskoðarar tað, ið eftir er av árinum, og til 3. januar. Hetta er galdandi fyri bæði vaksna og barnaítrótt. Hóast einki verður sagt í lýsingini um almennu koronutilmælini, sigur stjórin í Make Travel, Kent L. Christensen, at øll ferðandi, sum keypa ferðir frá teimum, verða kunnað um almennu tilmælini. At fara beinleiðis í heimauppihald, til kanningarúrslitið við komu er tøkt, og at vera ansin frá tí, tey koma til landið, til eftir kanningarúrslitið á sætta degi. Á tíðindafundinum luttaka Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, Bjarni á Steig, heilsufrøðiligur ráðgevi hjá landsstýrinum, og Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum. Níggju av manningini á danska sjóverjuskipinum, Thetis, hava fingið staðfest koronu. Kanningarstovan Thetis kannaði leygardagin manningina á Thetis, og tað varð gjørt í Klaksvík. Sjóverjuskipið verður vaskað, og so skjótt sum kanningar staðfesta, at manningin ikki hevur koronu, verður farið umborð aftur, og kós sett móti Føroyum. Fíggjareftirlitið nevnir eisini, at Norðoya sparikassi hevur fleiri veik viðskiftafólk nú enn í 2018, tá Fíggjareftirlitið seinast kannaði sparikassan. Samanumtikið er Norðoya sparikassi nøgdur við eftirlitsvitjanina hjá Fíggjareftirlitinum, og tekur frágreiðingina hjá tí til eftirtektar. Er tað relevant at hyggja at gransking, ið vísir á, at pápar eru øðrvísi í foreldraleiklutinum enn mammur Er tað fyrimunir við at børn uppliva báðar leiklutirnar Suni Poulsen, sálarfrøðingur, hugleiður um evnið í GMF Kash og unnustan Anoushka fylgja dreyminum og fara til Rwanda at bjarga hotellinum hjá ommuni. Krøvini frá ommuni vekja mangar kenslur hjá Anoushku, og tá tey koma til Kigali, hendir ymiskt óvæntað. Ongar gudstænastur vera jólaaftan og jóladag, skeinkistøð og matstovur skulu lata aftur klokkan 22, og allir jólagestir uttanlands skulu í heimauppihald, til teir hava fingið úrslitið av kanningini sætta dag eftir komu til Føroya. Tað er nøkur av koronutilmælunum, sum Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, legði fram á tíðindafundi í Kringvarpinum seinnapartin í sambandi við jólahøgtíðina. Tilmælini eru hesi Allir jólagestir eiga dagarnar undan fráferð at vera serstakliga varin. Atferðin hesar dagarnar kann vera avgerandi. Allir jólagestir eiga at fara í heimauppihald, til tey hava fingið úrslitið av kanningini sætta dag. Jólagestir eiga undir ongum umstøðum at vitja avvarðandi á sjúkrahúsum, røktarheimum ella sambýlum, fyrr enn staðfest er, at royndin á sætta degi er negativ. Leiðslan í fólkakirkjuni hevur í samráð við Landsstýrið avgjørt at avlýsa gudstænasturnar jólaaftan og jóladag. Landsstýrið mælir øðrum samkomum til at gera tað sama. Matstovur og skeinkistøð skulu frá hósdegnum 17.desember til og við 3. januar 2021 lata aftur klokkan 22. Mælt verður til, at allar ítróttakappingar innandura verða hildnar uttan áskoðarar til og við 3. januar 2021. Hetta er bæði galdandi fyri vaksnamanna og barnakappingar. Tað er skilabest, at bert ein persónur í húsarhaldinum stendur fyri jólainnkeypinum, heldur enn at øll familjan fer til handils saman. Handilsvinnan eigur at tryggja, at ikki ov nógv eru í handlinum í senn, so at neyðuga frástøðan verður hildin. Løgmaður segði, at jólahøgtíðin og nýggjárið kunnu verða okkara seinastu avbjóðingar í koronustríðnum, og tí ræður um at taka seinastu tøkini á mál. Smittan er aftur farin at gera um seg í okkara samfelag. Aðrastaðni er smittutrýstið rættiliga stórt, og tað ávirkar eisini okkum, segði hann. Tað er ótrúligt, hvussu áhaldin øll hava verið. Eg má eisini rósa øllum fyri at finna loysnir í hesum truplu tíðum. Vónandi nærkast vit einum enda á hesum. Nú skulu vit fyrst standa saman við at vera hvør sær um jólahøgtíðina og á nýggjárinum. Koppingarevnið nærkast í hvørjum, og tað fer vónandi at gera stóran mun, segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, á tíðindafundinum. Jenny varð skelkað, tá seinasta rokningin frá djóralæknanum kom. Pluss kannar stórar rokningar frá djóralæknum og kann vísa á, at stórur munur er á prísi fyri somu tænastu alt eftir, hvønn tú vendir tær til. Tað líkist suppu við rugmjøli, sum verður kókað yvir opnum eldi, men tað, sum tey á Kastanjugarðinum gera, er reyð máling til høsnarhúsið. Tað hevur ikki gingist heilt eftir ætlan við kastanjutrænum í garðinum. Einans tvær brúkiligar kastanjur komu burturúr í ár. Men tað er bara ein forsmakkur av tí, sum væntast kann í næsta ár, heldur Frank. Bussførarin Flemming missir sín besta vin og deyðin elvir til mangar tankar. Denis fær nýggjan møguleika at tryggja sær praktikkpláss, men hann hevur ógvuliga ilt við at síggja verðina uttan fyri íbúðina í eyguni. Og sangarin og samfelagsrevsarin Allan Olsen spælir í heimbýnum hjá Flemming, Gørding, og hann hevur nøkur eggjandi orð við til menninar, sum eru komnir at lurta. Lagt til rættis Michael Plejdrup. Aurora hevur sagt ja at spæla eina konsert, hon ikki veit nakað um frammanundan. Programmleiðarin Christine Dancke hevur í loyndum lagt eina tónleikauppliving til rættis, sum hon veit, at Aurora hevur droymt um. Hon hevur eisini boðið vinum og fjepparum til eina ógloymandi konsert. Broadcast Company NRK Páskir eru á Sicilien, Marie og Bill hava nøkur vinfólk at hjálpa sær við umbyggingini. Ætlanin er at skifta gamla køkin út við ein nýggjan men í síðstu løtu koppa ætlanirnar. Í 2018 læntu 27 prosent av øllum, sum stovnaðu lán, meira enn tríggjar milliónir krónur, men í fjør læntu meira enn 40 prosent av øllum teimum, sum tóku lán, meira enn tríggjar milliónir krónur Tøl hjá Landsbankanum vísa, at í fjør hava nógv eisini lænt meira enn fýra og fimm milliónir krónur til sethús. Eitt húski kann vanliga læna hálva fjórðu ferð árligu inntøkuna fyri skatt. Umleið 600 húski skylda í løtuni millum tríggjar og fýra ferðir inntøkuna, 200 húski skylda millum fýra og fimm ferðir inntøkuna, og 400 húski skylda meira enn fimm ferðir inntøkuna, sigur Landsbankin. Flestu húski hava kortini lítla skuld. 93 prosent av húskjunum skylda minni enn tríggjar ferðir inntøkuna. Tí bendir lítið á, at húski, sum hava stóra skuld, eru ein váði fyri fíggjarliga støðufestið. Hóast tað ikki er ein váði hjá peningastovnunum, at summi húski hava stórt skuldarlutfall, kann tað hava stóran týdning fyri einstaka húskið, um mánaðarligu útreiðslurnar til lán brádliga verða ov stórar, sigur Landsbankin. Í HAIK eru størstu norsku poppstjørnurnar á ferð. Í hesi undirhaldssendingini hevur Aurora lagt lívið í hendurnar á Christine Dancke, programmleiðara, í ein dag. Tær fara biltúr. Málið er ein loynilig konsert. Broadcast Company NRK Formansskapurin í Norðurlandaráðnum hevur sett hana í starvið í dag, og Kristina Háfoss tekur við 1. februar, tá verandi stjórin, Britt Bohlin, leggur frá sær. Við Kristinu Háfoss fær Norðurlandaráðið ein sera væl útbúnan og væl fyrireikaðan stjóra, sum eisini hevur drúgvar royndir í almennari fyrisiting, sigur Bertel Haarder. Hann fegnast eisini um, at nýggi stjórin er úr einum landi í ríkisfelagsskapinum, ein føroyingur við sera góðum førleikum, sum hann málber seg. Kristina Háfoss, sum er 45 ára gomul, er útbúgvin búskaparfrøðingur og løgfrøðingur. Hon hevur eisini starvast í Tryggingarfelagnum Føroyum. Hon er í løtuni løgtingskvinna fyri Tjóðveldi. Í seinasta valskeiði var hon landsstýriskvinna í fíggjarmálum. 1. desember tók Kristina Háfoss við sum dagligur leiðari í Javna. Nú kunnu føroyskir skjúttar umboða Føroyar í altjóða kappingum, tí Skjótisamband Føroya hevur fingið limaskap í altjoða skjótisamgonguni, ISSF. Sersambandið søkti um limaskap fyrstu ferð í august 2019. Føroysk ítróttafólk innan skjóting kunnu sostatt eisini vera við í kappingum, sum Evropeiska Olympiska Nevndin, EOC, skipar fyri. EOC staðfesti endaliga í 2019, at Føroyar sleppa at luttaka undir føroyskum flaggi í EOC kappingum í teimum ítróttagreinum, har Føroyar hava altjóða limaskap. Hetta eru frálík tíðindi serstakliga fyri menningina av føroyskum skjótiítrótti. Vit eru sera takksom fyri, at ISSF hevur bjóðað okkum vælkomnum upp í felagsskapin. Limaskapurin fer ikki einans at geva okkara ítróttafólkum íblástur, hann fer eisini at geva okkum royndir á hægsta stigi. Vit eru so sera takksom fyri hesi góðu tíðindi, sigur Esmar Joensen, formaður í Skjótisambandi Føroya. Eisini ítróttasamband Føroya fegnast um limaskapin hjá Skjótisambandinum. Hetta eru stórtíðindi, tá talan er um at menna føroyska skjótiítróttin í komandi árum, og hetta passar sum fótur í hosu við, at vit gera nýggja skjótibreyt, sigur Jon Hestoy. Hann fegnast um, at alsamt fleiri føroysk ítróttafólk hava fingið høvið at kappast á altjóða stigi undir føroyskum flaggi seinnu árini. Føroyar hava nú altjóða limaskap í 12 ítróttagreinum bogaskjóting, badminton, dart, fótbólti, hondbólti, parasport, judo, skjóting, svimjing, borðtennis, taekwondo og flogbólti. Umvælingararbeiðið hjá Ternuni dregur út, avloysarin Erla Kongsdóttir siglir ikki fyribils, og um vikuskiftið steðgaði Hasfjord upp í Nólsoyarfirði. Greengate Incoming hevur lýst við pakkatúrum til Føroya á nýggjárinum, har fólk kunnu fara út at spáka í miðbýnum longu, tá tey koma til landið. Men gjár var hesin nýggjárstúrurin so tikin av heimasíðuni aftur. Marni Hjallnafoss, marknaðarleiðari og eigari á Greengate inncoming, ásannar, at tey kundu havt tikið túrarnar av heimasíðuni fyrr. Tá ferðafólk leita eftir pakkatúrum til Føroya á heimasíðuni hjá Greengate, verður einki nevnt um koronatilmæli ella sóttarhald. Eisini Make Travel bjóðar dønum líknandi túrar til Føroya. Í skrivligari viðmerking til Kringvarpið sigur Kent L. Christensen, sum eigur Make Travel, at teirra viðskiftafólk verða kunnað um almennu tilmælini um sóttarhald. At fara beinleiðis í heimauppihald, til kanningarúrslitið við komu á flogvøllinum er tøkt. Og at vera ansin frá tí tey koma til landið til eftir kanningarúrslitið á sætta degi. Á tíðindafundi í dag vóru nýggj koronatilmæli kunngjørd. Millum tilmælini eru, at jólagestir skulu í heimauppihald, til svar er komið uppá sættadags kanningina, og eiga undir ongum umstøðum at vitja avvarðandi á sjúkrahúsum, røktarheimum ella sambýlum, fyrr enn staðfest er, at royndin á sætta degi er negativ. Mælt verður eisini til, at allar innandura ítróttarkappingar verða hildnar uttan áskoðarar til og við 3. januar, og at bert ein persónur úr húsarhaldinum stendur fyri jólainnkeypinum, heldur enn at øll familjan fer til handils saman. Eisini eru gudstænasturnar jólaaftan og jóladag avlýstar, og landsstýrið mælir øðrum samkomum til at gera tað sama. Matstovur og skeinkistøð skulu frá hósdegnum 17.desember til og við 3. januar lata aftur klokkan 22 00. Kristina Háfoss hevur fingið starv sum stjóri fyri Norðurlandaráðið. Hon var fyrstu ferð vald í løgtingið í 2002, og hon var landsstýriskvinna í fíggjarmálum í samgonguni frá 2015 til 2019. Fyri tveimum vikum síðani tók hon við sum dagligur leiðari fyri Javna. Tað starvið sigur hon frá sær, nú hon tekur við sum stjóri fyri Norðurlandaráðið 1.februar næsta ár. Í innslagnum fáa vit eina støðulýsing av fíggjarlógarviðgerðini í løgtinginum í dag, vit tosa við formannin í Búskaparráðnum, Hera á Rógvi. Síðst í innslagnum er kjak millum Magnus Rasmussen og Aksel V. Johannesen, sum eru ávíkavist formaður og næstformaður í Fíggjarnevndini hjá løgtinginum. Onnur viðgerð av fíggjarlógaruppskotinum er á skránni ídag. Viðgerðin mátti útsetast tvær ferðir fyrst tí at Smyril varð seinkaður á Havnina, og síðani tí at tøknin í tingsalinum sveik. Formansskapurin í løgtinginum upplýsir fyri Kringvarpinum, at ætlanin er at avgreiða aðru viðgerð av fíggjarlógaruppskotinum í kvøld. Endaliga takið. Seinastu mánaðirnir í móðurlívi, tá bróskið harðnar og gerst beinagrind, verða viðgjørdir í hesum, seinasta parti av røðini. Vit hitta Janelly, sum varð fødd uttan beinagrind, og sum einans yvirlivdi royndarheilivági at takka. Heilin mennist eisini skjótt hetta tíðarskeiðið 100 billiónir nýggjar sambindingar leggja hvønn dag grundina undir minnið hjá okkum. Vit hitta Joey, sum minnist alt, ið hann nakrantíð hevur upplivað, og hetta eggjar Michael til at kanna, nær okkara fyrstu minni verða skapt. Minni skapast av tí, sum vit uppliva við sansum okkara, og sansirnir búnast eisini hesar seinastu vikurnar í móðurlívi. Tó, á oynni Pingelap í Mikronesia, verður 10. hvørt barn føtt við litblindni og hetta gevur teimum ein serligan fyrimun í lívinum. At enda verða vit vitni til byrjanina upp á eitt nýtt lív. At gerast sterk ur Seinasta tíðin í viðgongutíðini er fyrireiking til at koma í heimin. Í hesum partinum hitta vit ein bólk av oyggjarbúgvum, ið síggja heimin í svørt hvítum, og eisini verður avdúkað, hvussu umhvørvið uttan fyri lívmóðrina ávirkar títt DNA. Henda tíðin er avgerandi fyri tína lagnu. Seks av sjey universitetssjúkrahúsum í Svøríki mangla heilsustarvsfólk, og á øllum sjúkrahúsum heitt á starvsfólk um at arbeiða yvirtíð, sigur svenska útvarpið. Universitetssjúkrahúsið Norrlands í Ume er tað eisini, sum sigur, at hjá teimum er ikki neyðugt at flyta starvsfólk millum deildir fyri at klára eykatrýstið, sum farsóttin elvir til. Á Akademiska universitetssjúkrahúsinum í Uppsala hava 415 sjúkrarøktarfrøðingar, hjálparstarvsfólk og læknar sagt seg úr starvi fyrstu 10 mánaðirnar í ár, og tað eru 72 fleri enn somu tíð í fjør. Tað sum vit øll stúra fyri er, at starvsfólkini í roynd og veru ikki hava orku til at arbeiða undir trýstinum, sum er í dag, sigur HR leiðarin á Akademiska, Anna Wadenhov, sambært NTB. Frammanundan vóru broytingaruppskot hjá Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum feld, og broytingaruppskotið hjá samgonguni bleiv samtykt. Og so var bara eftir at atkvøða um sjálvt uppskotið um fíggjarlóg. So nógv var at siga um fíggjarlógina, og harafturat varð neyðugt at útseta orðaskiftið eitt skiftið, tí tøknin í tinginum sveik, so onnur mál, sum vóru í skránni, sluppu ikki framat. Demokraturin, Joe Biden, varð í gjár formelt valdur til forseta í USA, eftir at 306 valfólk atkvøddu fyri honum og varaforsetanum, Kamala Harris Forsetin, Donald Trump, hevur sýtt fyri at viðurkenna valúrslitið á forsetavalinum, og hevur fleiri ferð sagt, at valsvik er farið fram. Joe Biden fanst eisini at Trump í taluni, og segði, at forsetin gongur í móti grundlógini og fólksins vilja , tí hann ikki góðtekur ósigurin. Advokatar hjá Trump hava sent inn meira enn 50 skuldsetingar móti valinum, men tær eru vístar aftur í fleiri statum íroknað hon, sum varð skotin inn fyri Hægstarætt. Eg vóni inniliga, at vit ongantíð aftur skulu uppliva slíkar hóttanir og misnýtslu, sum vit hava sæð á hesum valinum, segði Joe Biden. Arbeiðskvinnur í Tórshavnar kommunu, sum arbeiða hjá landinum, fáa lønarhækking í krónum. Sáttmálin er galdandi til 31. desember 2022. Hóskvøldið verður seinasta og endaliga trygdarroyndin í tunlinum, og hon verður avgerandi fyri, um tunnilin letur upp leygardagin. Eysturoyartunnilin er 11,2 kilometrar langur, og tunnilsfelagið væntar, at millum 5.000 og 6.000 bilar fara at koyra í tunlinum um samdøgrið. Partafelagið Eystur og Sandoyartunlar hevur lænt tilsamans tvær milliardir og 640 milliónir krónur til bæði Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin. Landskassin setur tilsamans 400 milliónir krónur í verkætlanina. Løgtingið fer í dag at viðgera uppskotið hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinnu, um vardan bústað á Mýrini í Hoyvík. Byggjast skal bústaður í trimum eindum við plássi fyri seks fólkum í hvørjari eind. Íbúðirnar í tveimum eindum verða 40 50 fermetrar. Løgmaður vildi ikki siga nakra dagfesting, men ætlanin er at kunna meiri um koppsetingina kanska longu í hesari vikuni, nær koppingarevnið kemur til landið, og hvør leistur skal brúkast at koppseta eftir. Eydnast tað, vænti eg, at vit koma væl ígjøgnum alla koronutilgongdina, segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í Degi og Viku í gjárkvøldið. Álitið um uppskotið hjá átta tinglimum úr andstøðuni um at javnseta møguleikan hjá samkyndum foreldrum at fáa barsilspening við møguleikan hjá hinskyndum kemur ikki úr Vinnunevndini í ár. Men uppskotið verður avgreitt á fyrsta fundinum hjá nevndini næsta ár. Hann verður fyrrapartin í januar, sigur Bjørt Samuelsen, forkvinna í Vinnunevndini. Tvey fólk vórðu funnin smittað í teimum 1.455 koronukanningunum, sum vórðu gjørdar í Føroyum í gjár. Tað eina fólkið er í smittuketu, sum landslæknin fylgir. Hitt fólkið býr í Føroyum, og hevur verið uttanlands. Kanningin á flogvøllinum staðfesti smittuna. Nú eru 24 fólk sjúk, og 107 fólk eru í sóttarhaldi. Meirilutin í Vinnunevndini, Bjørt Samuelsen, Bjarni Hammer, Bjarni Kárason Petersen og Henrik Old, sigur, at sambært uppskotinum hjá Jacob Vestergaard um broytingar í sjófeingsilógini, verða grundleggjandi heimildir fluttar frá lóggevandi valdinum, løgtinginum, yvir á útinnandi valdið, so landsstýrismaðurin fær nærum fríar hendur til at skipa allan fiskiskap. Men minnilutin vil tó ikki loyva landsstýrismanninum at strika markið millum innaru fiskidagaleið og ytru fiskidagaleið í lógini, og flyta tað til landsstýrismannin at umsita í kunngerð. Meginfelag útróðrarmanna sigur, at fiskidagatalið hjá bólki 4 minkar 30 prosent, tá umsitingarætlanin, sum varð gjørd í mai í fjør, kemur í gildi 1.januar 2021. Føroyska A landsliðið við monnum fær vitjan av Íslandi næsta ár. Liðini skulu spæla venjingardyst á Tórsvølli 4. juni, skrivar fsf.fo. Hetta verður fyrsti venjingardystur á heimavølli hjá landsliðnum í 17 ár. Seinast var í 2004, tá Jákup á Borg, Rógvi Jakobsen og Fróði Benjaminsen skutu málini í 3 2 sigri á Malta. Ætlanin er, at fáa ein venjingardyst í lag aftur at í juni. Umframt venjingardystirnar, skulu Føroyar spæla 10 HM undankappingardystir. Tað sigur Jógvan Fríðriksson, bispur, nú tað á tíðindafundinum í gjár varð gjørt greitt, at fólk ikki sleppa í kirkju jólaaftan og jóladag. Mælt verður somuleiðis til, at samkomur heldur ikki skipa fyri nøkrum hesar dagarnar, sum savnar nógv fólk. Eg haldi sjálvur, at hetta er mikið skilagott, tí at skula avgera, hvør kann koma inn í kirkjurnar um jólini, tað er ein so mikið stór avbjóðing, at vit komu til ta niðurstøðu, at skilabest er at lata dyrnar aftur hesar báðar dagarnar, sigur Jógvan Fríðriksson. Í morgunsendingini greiddi bispur frá avgerðini um at lata kirkjurnar aftur jólaaftan og jóladag og hugleiddi um jól, siðvenjur, og hvat veruliga hevur týdning um høgtíðina. Birna í Hjøllum Hentze og Arni Zachariassen eru vertir á Datvarpinum. Tey arbeiða bæði sum DAT viðgerðar á ávíkavist DAT ung og Blákrossheiminum. DAT er stytting fyri dialektisk atferðarterapi. Í Datvarpinum verða DAT førleikar lagdir fram á ein einfaldan og lætt brúkiligan máta, sum bæði tey, ið hava tilknýti til rúsviðgerð hjá Blákrossheiminum og onnur kunnu fáa okkurt burtur úr. Ta korona byrjaði, lótu hurðarnar aftur soleiðis at ógvuliga fá fólk komu í viðgerð. Tí var tað upplagt at gera poddvarp fyri at røkka teimum, sum hava rústrupulleikar. Tó hava vit eisini lagt okkum eftir at taka evni upp, sum flest øll kunnu fáa gagn av, leggja Arni Zachariasen og Birna í Hjøllum Hentze dent á. Jósup hevur røkt farleiðina til Fugloyar og Svínoyar, síðani Ritan fór á sleipistøð, men nú fer hann aftur at avloysa á Nólsoyarleiðini. Brandur Sandoy, løgtingsmaður og samgongulimur, segði undir 2. viðgerð av fíggjarlógini í gjár, at hann góðtekur ikki fíggjarlógina, so leingi sum einki er sett av til at umvæla brimgarðar. Ein møguleiki, sum hevur verið nevndur, er at stovna vanlukkugrunn, sum kommunur kunnu søkja stuðul úr, tá ódnarveður elvir til stóran skaða á eitt nú brimgarðar. Við broytingini í lógini um tillagað størv, sum løgtingið endaliga samtykti í dag, verður stórur munur á teimum, sum eru í skipanini í løtuni, og teimum, sum koma í skipanina eftir 1. januar. Ein lærari í tillagaðum starvi, har arbeiðsførleikarnir eru 30 prosent, fær eftir galdandi skipan 31.300 krónur um mánaðin. Tað fær hann framvegis eftir 1. januar, tí broytingin umfatar bara tey, sum koma í skipanina eftir nýggjár. Men kemur ein lærari við somu skerdum førleikum í skipanina eftir 1. januar, fær viðkomandi 25.725 krónur um mánaðin, ella 5.575 krónur minni enn hin, sum longu er í skipanini frammanundan. Undir viðgerðini í dag vístu tingfólk í andstøðuni á, at tað er skeivt at broyta eina skipan, sum riggar. Tey vístu eisini á, at tað er órættvíst, at fólk við somu førleikum skulu fáa ymiska løn í framtíðini. Tóra við Keldu, forkvinna í Megd, hevur eisini funnist at ætlanini um at broyta skipanina. Hon vísir millum annað á týdningin av, at fólk við skerdum førleikum varðveita tilknýti til arbeiðsmarknaðin og fáa somu virðing sum onnur. Eftir galdandi skipan fáa fólk í tillagaðum starvi ískoyti frá tí almenna, so at tey fáa somu sáttmálaløn sum onnur á arbeiðsmarknaðinum. Frammanundan atkvøddi tingið um eitt broytingaruppskot frá meirilutanum í trivnaðarnevndini, um at ongar broytingar skulu gerast í skipanini fyri tey, sum longu eru í skipanini. Tó skal mesta lønarískoytið vera 22.000 krónur. Broytingaruppskotið varð einmælt samtykt. Tað var ólógligt, tá ein meiriluti í Tórshavnar býráð á kommunustýrisfundi 28. november 2019 avgjørdi at stuðla einum vinnuligum leigumáli á Skarðshjalla. Tí verður samtyktin ógildað. Tað boðar Umhvørvis og vinnumálaráðið frá, eftir at ráðið hevur viðgjørt klagu frá Anniku Olsen, borgarstjóra, sum kærdi samtyktina, tí hon metti talan vera um ólógligan stuðul og brot á kommunustýrislógina og byggisamtyktina. Málið snýr seg um eina samtykt at leingja leigumálið við smápartafelagið AD Import um umleið 6.600 fermetrar til at brúka sum go kart breyt. Men á kommunustýrisfundinum endaði meirilutin í minniluta, tá Bergun Kass, býráðslimur fyri Framsókn, atkvøddi saman við Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum um heldur at leingja sáttmálan. Annfinn Brekkstein, býráðslimur fyri Sambandsflokkin, sum atkvøddi fyri, segði á býráðsfundinum, sambært in.fo , at tann, sum fylgir við í tí, sum fer fram í Føroyum í dag, má skjótt ásanna, at tað er ikki størsta lógarbrotið í landinum at leingja leigumálið til go cart breytina í tvey ár aftrat. Og í viðmerkingunum til Umhvørvis og Vinnumálaráðið skrivar Bergun Kass, at borgarin, fólkið og politikarin eiga at verða tikin fram um reglur, tá tað ber til, og reglur verða dagførdar samsvarandi politiska viljanum. Í niðurstøðuni staðfestir Umhvørvis og Vinnumálaráðið, at hendan samtyktin verður ógildað, tí kommunan kann ikki tryggja, at stuðulin, sum verður latin til eina go kart breyt, ikki fer til annað virksemi í felagnum, sum hevur vinning í hyggju. Petur Jacobsen, eigari, heldur, at tað kann vera trupult fíggjarliga hjá einari privatari útvarpsrás at fáa endarnar at røkka saman. Fólk verða smittað í øllum landinum, og tí mugu vit víðka um avmarkingarnar, so tær eru galdandi í øllum landinum, sigur heilsumálaráðharrin, Magnus Heunicke, við DR. Tað merkir, at matstøð verða stongd, teir eldru næmingarnir í skúlunum verða sendir heim og mentanarstøð í øllum landinum lata aftur. Ein partur av Danmark hevur longu merkt sviðan av, at landið steingir, men nú fara restin av fólkinum eisini at merkja tað, sigur heilsumálaráðharrin. Magnus Heunicke vísir á, at hóast tað er meir smitta í nøkrum kommunum enn í øðrum, so veksur tað eisini í teimum kommnunum, har smittutalið ikki hevur verið so høgt. Eisini í sunnara parti av Danmark eru nógv smittað. Har eru 176 smittað fyri hvørji 100.000. Fyri eini viku síðani var talið 126, skrivar DR. Tjóðveldi mælir til at broyta lógina um ræði á málum og málsøkjum, so løgregla, ákæruvald og brotsmálaumsorgan og landslæknaembætið, eftirlit við heilsustarvsfólkum og stovnum á heilsuøkinum, sjúkufyribyrging, sinnissjúkraviðurskifti, líkskoðan, vevnaðarflutningur, euforiserandi evni, sjúklingarættindi og eftirgjørdur gitnaður koma undir føroyskt ræði. Fólkatingsmenninir úr Føroyum, Sjúrður Skaale og Edmund Joensen, hava samráðst við danska løgmálaráðharran, Nick Hækkerup, um avtaluna, og nú er komið á mál. Millum átøkini í avtaluni er, at føroyska løgreglan fær betri umstøður til skjótivenjingar, og arbeiðsorkan hjá løgregluni í Føroyum verður økt og styrkt. Nú hevur ein 20 ára gomul kvinna í Nuuk fingið 3.000 krónur í sekt, tí hon fór á vertshús, hóast hon var í fimm daga sóttarhaldi eftir at hon var komin úr Danmark. Grønland er í eini serstøðu, tí tað síðsta smittaða fólkið í Kangerlussuaq nú er frískt aftur. Okkum vitandi er Grønland tí koronufrítt, segði Henrik L. Hansen, landslækni í Grønlandi, á tíðindafundi í Nuuk í gjár. Millum annað skalt tú í sóttarhald í fimm dagar, tá ið tú kemur til Grønlands. Ikki fyrr enn tú hevur eina negativa koronukanning fimta dagin, kanst tú fara til arbeiðis aftur. Um tú ikki vilt lata teg kanna aftur fimta dagin, skalt tú vera heima í 14 dagar, og ikki fara til arbeiðis, fyrr enn tú kennir teg frískan, skrivar grønlendska kringvarpið, KNR. Landsstýriskvinnan í heilsumálum, Anna Wangenheim, landslæknin, Henrik L. Hansen og politimeistarin, Bjørn Tegner, mæltu á tíðindafundinum í gjár grønlendingum frá at fara uttanlands í jólafrí. Í Tangafirði var eisini mest at síggja, har tað var djúpast, tó við einum undantaki út fyri Morskranes, har ein torva stóð á heilt grunnum vatni. Tað kom dátt við hjá teimum, sum varða av matstovum og skeinkistøðum, tá ið Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, boðaði frá mánadagin, at landsstýrið longu nú fer at brúka heimildina hjá landsstýrismanninum í vinnumálum at avmarka upplatingartíðina hjá skeinkistøðum og matstovum. Teirra millum eru Sunneva Háberg Eysturstein, stjóri í Sirkus Føroyum og Landskrona, og Rógvi Mikkelsen, hotelleiðari á Hotel Brandan, har matstovan Húsagarður er. Næstu mánaðirnar fer Vivian Sjóklett, sum er millum annað námsfrøðingur og sexologur, út til føroyskar fólkaskúlanæmingar at hava seksualundirvísing. Tá handlar undirvísingin um heiti á kroppinum, um mørk, og hvør eigur kroppin, sigur Vivian Sjóklett, og vísir á týdningin av at tosa við børn um kropp, kenslur og seksualitet. Vit eiga at tora at svara teimum spurningunum, sum eitt barn spyr og ikki kveistra spurningin burtur, tí so taka vit barnið í álvara og kunnu hava eina siðiliga samrøðu, sigur Vivian Sjóklett. Tað er sera týdningarmikið, at eitt barn veit, hvør eigur kroppin, og at vit vaksnu tora at tosa um kroppin, tí har liggur ein rúgva av fyribyrging í tí eisini, í mun til tær keðiligu søgurnar, ið snúgva seg um ágang, sigur Vivian Sjóklett. Tí kann vera, at grøvin, sum liggur langt frá kirkjugarðinum í Vestmanna, kann knýtast til ein stóran sjórænarabardaga, sum var á Vestmanna í 1615. Tann søgan snýr seg um danska admiralin, Jørgen Daa, som í 1615 kemur til Føroya við tveimum stórum herskipum at leita eftir tveimum kendum sjórænarum, ávíkavist Tucker og Mendoza, kapteini. Hesir báðir hava herjað í Norðuratlantshavinum og rænt í bygdum í Føroyum og Íslandi. Tað endar við einum stórum bardaga, har kúlurnar flúgva upp um oyruni á vestmenningum. Fleiri sjórænarar verða skotnir, nakrir flýggja til Havnar, og restin verður hongd á einum gálga við sjóvarmálan í Vestmanna. Samstundis kemur fram, at ein dýrgripur møguliga skal liggja onkrastaðni í moldini nærhendis grøvina. Talan skal vera um ein skatt, sum ein vestmannabóndi hevur grivið niður fyri at sjórænararnir ikki skulu fáa hendur á virðunum. Bóndin nær ongantíð at grava skattin upp aftur, tí hann verður dripin av sjórænarunum. Tað sigur Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, sum vísir á, at støðan hjá línuflotanum er beinleiðis avleiðing av koronufarsóttini. Tað heldur Sjúrður Skaale, sum við átta øðrum fólkatingslimum hevur lagt fram eitt uppskot til samtyktar, um at stytta málsviðgerðina. Í fjør vórðu 183 børn og ung ávíst til kanningar hjá Barna og ungdómspsykiatriini. Men talið í ár nærkast 300. Vøksturin er 65 prosent. Hetta kemur illa við hjá børnum og ungum, sum mugu bíða leingi eftir at fáa hjálp, sigur Súsanna Reinert Petersen, yvirlækni á barna og ungdómspsykiatrisku deild. Hví er so nógv við síðunar av, tá tað ikki nýtist Hví er so nógv við síðunar av, tá tað ikki nýtist Hví er so nógv við síðunar av, tá tað ikki nýtist Vit hoyra søgurnar Jól í Dundurdali, sum Astrid Lindgren skrivaði og Ella Smith Clementsen týddi til føroyskt. Vár Berghamar Jacobsen lesur. Og so hoyra vit søguna Jól í Sóljuvík, sum Ella Smith Clementsen skrivaði og Robert Mc Birnie lesur. Um trý tíðina sleit Jógvan á Lakjuni, tingformaður, løgtingsfundin, sum byrjaði klokkan 10 í morgun. Samstundis vórðu tvey mál frá Tjóðveldi um yvirtøkur tikin av skránni. Hálvan tíma seinni byrjaði nýggjur fundur, har løgtingsformaðurin boðaði frá, at hann hevði fingið áheitan frá øllum flokkum um at víkja frá øllum tíðarfreistum, so at seks mál kunnu avgreiðast í dag, umframt fíggjarlógaruppskotið. Neyðugt varð ikki at biðja um frávik fyri fíggjarlógini, tí 2. viðgerð var mánadagin, og fíggjarlógin lykur tí treytirnar fyri at fara til 3. viðgerð í dag. Millum tey málini, sum eitt einmælt løgting gav undantak at viðgera í dag, eru leingjan av tíðaravmarkaða avgjaldinum á ferðandi við komu til Føroya, fíggjarligur stuðul til nýggjan Fjøruveg í Runavík og broytingar í sjófeingislógini. Annað fólkið hevur verið uttanlands, og fekk staðfest smittuna í kanningini á flogvøllinum. Hitt fekk staðfest smittuna í kanning tríggjar dagar eftir komu til Føroya. Bæði fyritøkur og húsarhald í Føroyum eru væl bjálvað, og hava verið før fyri at standa ímóti búskaparliga stoytinum, í kjalarvørrinum av koronufarsóttini. Korona hevur skert búskaparliga virksemið, men føroyska strategiin at byrgja smittuna inni, hevur eydnast væl. Ti hevur ikki verið tørvur á varandi og strongum tiltøkum, sigur tjóðbankin. Altjóða afturstigið og óvissan um framtíðina hevur havt ávirkan á fiskaprísin, men alifyrtiøkurnar og fiskivinnan hava klárað at laga seg til broyttu umstøðurnar, og eru farin frá at selja til matstovukundar til smásølu í staðin. Endurgjaldið, sum fyritøkurnar hava fingið, hevur eisini havt týdning fyri búskapin. Í byggivinnuni er lønarvøksturin umleið fýra prosent, og tørvur er á arbeiðsmegi. Hóast endurgjaldið í sambandi við koronu helt uppat í september, er arbeiðsloysið ikki vaksið, og hóast sveiggini í hesum árinum, er framvegis hákonjunkturur í Føroyum, sigur tjóðbankin. Tað ávirkar útltini hjá einum lítlum og opnum búskapi sum tí føroyska, tí keypiorkan úti í heimi minkar, og tað trýstir prísin á útflutningsvørum niður. Útflutningsfyritøkurnar kunnu tí vænta minni inntøkur næstu árini, og tí hevur føroyski búskapurin helst rakt tindin í hesum umfari, sigur tjóðbankin í greiningini av føroyska búskapinum. Jógvan Asbjørn Skaale og Óluva Skaale hava verið og vitjað kondittarin hjá Frants Restorff, og hugt at hvussu ein av lærlingunum, Charlotte Ann Jensen, tilvirkar ymiskt úr marcipani. Í dag eru 250 ár liðin, síðani tónaskaldið Ludvig van Beethoven varð borin í heim. Í tí sambandi senda vit konsert við Føroya Symfoniorkestri og Kór Føroya Symfoniorkesturs, har tey framføra Níggjundu Symfoni eftir Ludvig van Beethoven. Konsertin varð upptikin í Norðurlandahúsinum 16. februar 2020. Karl Heri nevnir eisini framsýningina hjá Helga Joesen, sum verður í Gamla Seglhúsinum frá hósdegnum 17. desember klokkan 18. Tú kanst hoyra samrøðuna við Karl Hera Joensen her. Helgi Michelsen, savnsvørður á fornfrøðideildini á Tjóðsavninum, heldur, at gamla lógin eigur at vera broytt, so fólk fáa eitt oyra fyri ómakin. Um tað ber til, mælir World Health Organization eisini til, stovnurin til, at jólini verða hildin uttandura. Tað skrivar beretska kringvarpið, BBC. Tað kann tykjast løgið at bera masku og halda frástøðu saman við vinum og familju, men tað hevur stóran týdning fyri trygdina og heilsuna hjá øllum, skrivar WHO. Orsøkin er høga smittutalið í fleiri evropeiskum londum, og at vandi er fyri, at ein nýggj koronubylgja kann skola yvir heimspartin tíðliga í 2021. Fráboðanin hjá WHO kemur um somu tíð sum Ursula von der Leyen, forkvinna í ES nevndini, hevur boðað frá, at limalondini fáa koppingarevnið áðrenn ein vika er farin. Hetta er ein vika áðrenn upprunaliga mett varð. Talan er um koppingarevnið hjá Pfizer BioNTech, sum er sama evni, ið verður brúkt í Onglandi og Kanada. Vit eru farin skeiv. Vit hava eitt stórt tal av deyðum, og tað er ræðuligt, segði hann millum annað í samrøðu við almenna, svenska sjónvarpið, SVT. Viðmerkjarar siga við SVT, at tað er sera óvanligt, at kongur alment finst at sitandi stjórn, og at boðskapurin hjá Carl Gustaf, kongi, ikki kundi misskiljast. Tað er stjórnin, sum hevur evstu ábyrgd av handfaringini av koronufarsóttini, og kongur hevur hugsað seg væl um, áðrenn hann hevur valt at úttalað seg á slíkan hátt Tað sigur Henrik Wenander, professari í almennari lóg, við Sveriges Television. Higartil eru umleið 7.000 fólk í Svøríki deyð av koronufarsóttini. Tað kundi verið fyrr, tí aftur í gjárkvøldið sveik tann talgilda atkvøðugreiðslan, so neyðugt bleiv at atkvøða upp á gamla mátan, tað er er at tingfólk reisa seg. Tvær milliónir krónur verða settar av á fíggjarlógini næsta ár til nýgerð av landsvegnum við Sandslíð. Tað samtykti løgtingið við triðju viðgerð av fíggjarlógini í gjárkvøldið. Samgongan kom við einum broytingaruppskoti. Tvær milliónir verða fluttar frá langtíðarløguætlan landsstýrisins fyri 2022 til 2021. Tað merkir, at játtanin til vegagerð við Sandslíð fyri 2022 lækkar tvær milliónir, úr 18 milliónum niður í 16 milliónir krónur Løgtingið samtykti eisini, at játtanin til dagføring av brúm og tunlum skal lækka 500.000 krónur og játtanin til trygdartiltøk, størri ábøtur og umvælingar lækkar eisini 500.000 krónur Harumframt verður játtanin upp á fimm milliónir krónur til Funningsfjarðarvegin, ið varð samtykt við aðru viðgerð, lækkað 250.000 krónur, og játtanin til Selatraðarvegin upp á tvær milliónir lækkar 300.000 krónur Við aðru viðgerð varð samtykt at játta 2,5 milliónir krónur til at fyrireika og projektera aulu í Tekniska skúla í Klaksvík, men hendan játtanin lækkar nú 300.000 krónur Løgtingið samtykti eisini, at Glasir skal fáa eina millión krónur afturat. Peningurin fer til timburdeildina, sum skal útvega sær eitt nýtt og tryggari fyribilstjald, til avgerð er tikin um eina endaliga loysn. Landsstýrið væntar at skula gjalda matstovum og skeinkingarstøðum 100.000 krónur. fyrsta tríggjar dagarnar í næsta árinum, tá tey skulu lata aftur klokkan 22.00. Í nevndini eru Herleif Hammer, stjóri á Tjóðsavninum, sum er formaður, Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, Eilif Gaard, stjóri í Havstovuni, Annika Smith, landsbókavørður, Elsbet Heðinsdóttir Christiansen fyri Føroya ungdómsráð, og Margretha Jacobsen, fulltrúi í Uttanríkistænastuni. Koppingarevnið kemur til landið millum jóla og nýggjárs, og ætlanin er at fara undir koppsetingina beinan vegin, sigur landsstýrismaðurin í heilsumálum. EM endaspælið fyri U17 landslið við gentum, sum skuldi vera í Føroyum í mai, er avlýst. Tað hevur UEFA avgjørt. Fótbóltssamgongan metir ikki, at tað er ráðiligt at hava kappingina, sum støðan við koronufarsóttini er í løtuni, skrivar fsf.fo. Vit eru sjálvandi ótrúliga hørm um, at kappingin er avlýst. Genturnar hava vant rættuliga nógv og hart hetta seinasta árið, so tær kundu vera so væl fyrireikaðar sum tilber til kappingina, sigur Pætur Clementsen, tekniski stjórin í Fótbóltssambandi Føroya. Venjaratoymið og hópurin hava lagt ómetaliga nógva orku í hetta, og leikliga hevur liðið flutt seg rætta vegin. So tað er ræðuliga stórt spell, at tær nú ikki sleppa at royna seg móti teimum allar bestu hesaferð. EM endaspælið skuldi spælast frá 2. til 14. mai. Kravið um at bera munnbind í bussunum hjá Bussleiðini í Havn er at meta sum útinnandi fyrisiting, og kommunan kann uttan beinleiðis lógarfesta heimild seta treytir um, at øll ferðandi skulu hava munnbind, meðan tey eru í bussunum. Tað sigur Sólja í Ólavsstovu, løgtingsins umboðsmaður, sum hevur viðgjørt eina kæru, har sóknast verður eftir heimild í lóg ella kunngerð um at brúka munnbind í býbussunum. Sólja í Ólavsstovu sigur, Tórshavnar kommuna eigur og rindar fyri busstænastuna í kommununi, og hevur sostatt ræðisrættin yvir bussunum hjá Bussleiðini. Kravið um munnbind er sett í samráð við koronuráðgevingina hjá landsstýrinum, og tað er sakligt, tí tað skal tryggja, at koronusmittan ikki breiðir seg, soleiðis at so nógv sum tilber ráðiliga kunnu brúka Bussleiðina, sigur umboðsmaðurin, sum ikki gera meira við málið. Nólsoyingar hava tikið stig til at savna undirskriftir, har kravt verður, at tað beinanvegin verður farið undir at byggja nýggja og hóskandi ferju til farleiðina um Nólsoyarfjørð samstundis sum farleiðin skal tryggjast her og nú, stendur í skrivinum, sum fylgir við undirskriftunum. Síðstu vikurnar hava fólk í Nólsoy liva í einari ótolandi óvissu. Vit vita ikki, nær vit sleppa til arbeiðis um morgunin, og vit vita ikki, nær vit sleppa til hús aftur til børn okkara. Samferðslan millum Havnina og Nólsoy er okkara lívsæðr, og vit hava grundlagt okkara privata lív og okkara arbeiðslív á hesa samferðslu. Og nú krevja vit, at okkurt munagott verður gjørt beinanvegin. Vit mugu fáa nýggja ferju til Nólsoyarleiðina annars er bygdini ikki lív lagað. Vit hava brúk fyri einari góðari og tryggari ferju á stødd við Ternuna og sum kann taka eins nógv fólk og eins nógvar bilar sum Ternan. Ferjan skal sjálvsagt lúka øll nútímans krøv eisini til fólk við rørslutarni. Landsstýrið kann ikki bíða til 2025 at seta pengar av til nýbygging av ferjum. Nøktandi samband skal tryggjast, stendur í skrivinum. Fyrrverandi landsliðsliðskiparin, Atli Gregersen, er nýggjur hjálparvenjari hjá U21 landsliðnum við monnum. Hann avloysir Hegga Samuelsen. Høvuðsvenjarin, Sámal Erik Hentze, hevur skrivað undir nýggjan tvey ára sáttmála. Hetta verður heilt sikkurt ein spennandi og mennandi uppgáva fyri meg sum venjara. Eg kenni væl Bagge frá tíðini í Víkingi, og eg ivist onga løtu í, at samstarvið verður gott fyri báðar partar, sigur Atli Gregersen við fsf.fo. Góð úrslit í ár U 21 landsliðið hevur fingið fleiri góð úrslit farna árið. Liðið vann móti Ísrael, Montenegro og Kasakstan, meðan dystirnir móti Norðurmakedónia og Spania endaðu við teprum tapum. Eg ivaðist onga løtu, tá eg fekk møguleikan at halda fram. At vera U21 landsliðsvenjari er sera spennandi, og tað er hugaligt at vera partur av menningini av okkara ungu spælarum, sigur Sámal Erik Hentze við heimasíðuna hjá FSF. Rúni Klein Joensen heldur fram sum málmansvenjari næstu tvey árini. Lutakastið til komandi EM undankapping verður tann 28. januar. Í nýggjari dokumentarrøð í trimum pørtum verður ljós varpað á menningarsøguna í føroyskum fótbólti. Sagt verður frá bráða skiftinum frá avbyrging og kyrru í drúgt áramál til stóra lopið í 1990 upp á Stórapall úti í Evropa. Vit flyta okkum eftir fáum árum frá áhugafótbólti á ringum grúsvøllum og ongum regluligum dystum móti fremmandum liðum til altjóða FIFA limaskap í 1988. Hugsjónir birtast tíðliga í 70 árunum. Nýggi formaðurin í fótbóltsdeild ÍSF s loysir úr lagdi. Fyrsta umsóknin um limaskap í FIFA verður send úr Føroyum í 1974. Fyritreytirnar eru ikki tær bestu. Eitt sersamband fyri fótbólt, og leikvøllir við øðrum undirlagi enn grúsi eru treytaleys krøv fyri limaskapi. Og so er tað ríkisrættarstøða okkara. Nú byrjar eitt drúgt stríð fyri sjálvstøðugari umboðan í altjóða kappingum millum allar hinar. Smátt gongur. Eitt er, at danska fótbóltssambandið er ikki sinnað at ganga føroyska ynskinum um limaskap í norðurlendsku samgonguni á møti, annað er, at tað valdar yvirhøvur líkasæla í Føroyum um hetta mál. Føroyingar fjeppast meira uppi í tí góða danska landsliðnum í 80 árunum enn sínum egna landsliði, tá vinardystir hendingaferð eru móti Íslandi ella Hetlandi. Men eldsálir eru, ið støðugt stríðast fyri at fáa føroyskan fótbólt upp úr deyðavatni og vinna honum nýggjar og mennandi avbjóðingar. Í sambandi við at Eysturoyartunnilin letur upp leygardagin, verður eyka tunnilsdagur í Vágatunlinum og Norðoyatunlinum, og har verður ókeypis at koyra frá leygarmorgni klokkan 6 til sunnumorgunin klokkan 6. Tey hava bæði sungið, gjørt film og framleitt jólaprýði, fyri á henda hátt at savna inn pening til Barnabata og Føroysku Jólahjálpina. Korona hevði tað við sær, at jólasjónleikurin, sum hesaferð skuldi vera um lítlu gentuna við svávulpinnunum, var avlýstur, so 7. flokkur í skúlanum á Argjahamri mátti finna upp á okkurt annað. Tey gjørdu ikki mætari enn at fáa sær íblástur í ævintýrinum um gentuna, sum hevur brúk fyri hjálp, og settu sær tí fyri at hjálpa øðrum børnum. Málið um at broyta serstøku byggisamtyktina fyri Fossdalsgjógv við Velbastað hevur verið í Kirkjubøar og Velbastaðarnevndini, og er nú komið aftur í býráðið. Veðurviðurskiftini eru sera ring í Fossdali og í Fossdalsgjógv. Og harafrat fer hetta at hava fíggjarligar avleiðingar fyri festaran staðnum. Matstovan Koks hevur søkt um byggiloyvi í Fossdali á Velbastað. Men áðrenn byggiloyvi kann latast, má serstaka byggisamtyktin fyri Fossdalsgjógv broytast. At Macron nú er smittaður fær eisini ávirkan uttan fyri Frakland, tí Macron var á fundi við spanska forsætisráðharran, Pedro Sánchez, mánadagin, og hann er eisini farin í sóttarhald, nú Macron er smittaður. Ivamál eru nú eisini um fleiri aðrar evropiskar leiðarar, eftir at fleiri teirra hittust í síðstu viku, umframt at Macron var á fundi við franska forsætisráðharran í gjár. The Guardian skrivar, at forsetin í Evroparáðnum, Charles Michel, eisini er farin í sóttarhald, eftir at hann hitti Macron mánadagin. Danski heilsumálaráðharrin, Magnus Heunicke, hevur boðað frá, at danskir myndugleikar rinda eisini fyri alla koppseting í Føroyum og Grønlandi. Orðini eigur 20 ára gamla Erla, sum í dag búleikast í Danmark, har hon gongur á fyrsta ári á HF. Dreymurin um at sleppa til Danmarkar tók av álvara dik á seg, tá hon fyri einum ári síðan bleiv innløgd á psykiatriska depilin í Føroyum. Eg vildi ikki innleggjast, men eg gjørdi tað fyri frið skyld. Eg føldi, at eg hevði tamarhald á støðuni ella í øllum førum á, hvussu nógv eg vigaði, og hvussu eg áhaldandi kundi fáa talið á vektini at lækka, greiðir Erla erliga frá. Hetta, at vektin bara gekk tann eina vegin, bleiv ein átrokandi drívmegi fyri Erlu. Eg át eina máltíð um dagin døgurðan saman við familjuni. Tó var mongdin av døgurðanum lítil. Eg tók breyðflísar við mær, tá eg fór heimanífrá og tveitti tær í okkurt ruskílat á veg oman í bussin, soleiðis at mamma ikki legði merki til, at breyðkassin í køkinum ikki tømdist. Tí smurdi eg mær eisini altíð matpakka, sum eg hevði við í skúla, hóast eg ongantíð át hann, sigur Erla. Hóast Erla áhaldandi gjørdist klænari og lættari, føldi hon aldrin, at hetta var ein trupulleiki. Men so byrjaðu fremmand fólk at hava viðmerkingar og spurningar um hennara útsjónd, og Erla minnist enn ta fyrstu hendingina væl. Tað var eina ferð, tá ein vinkona mammu mína hevði koyrt framvið mær og sagt, at míni bein sóu út sum pinnar, fortelur Erla. Men Erla minnist ikki aftur á hesa hending sum nakað neiligt. Hinvegin gleddist hon um, at fólk hildu hana vera klæna. Tað var tað, eg vildi hava tey at halda, sigur hon og viðgongur, at hennara egni veruleiki tó var ein heilt annar. Tá eg hugdi í speglið, sá eg ikki klønu beinini. Eg sá bara eina stóra og tjúkka gentu, sum mátti revsast fyri at havi etið ov nógv. Eg tók breyðflísar við mær, tá eg fór heimanifrá, og tveitti tær í okkurt ruskílat á veg oman til bussin Tá Erla var barn, øktist vekt hennara ikki sum hjá hinum javnaldrunum. Eftir øllum at døma var eingin serlig orsøk til, hví eg var so kløn. Mær feilti einki. Eg var bara í lættara lagi, minnist Erla og greiðir frá, at fólk stundum spurdu hana, hví hon var so kløn, og um hon ikki hevði brúk fyri at eta meira. Hesir spurningar vóru ein natúrligur partur av mínum gerandisdegi, men eg minnist, at eg gjørdist ørg av viðmerkingunum. Eg skilti ikki, hví fólk soleiðis høvdu brúk fyri at bjóða mær mat ella tosa um mín kropp. Tá Erla gjørdist tannáringur og eftir at hon byrjaði at taka p bollar bæði broyttust hormonini í kroppi hennara. Hetta hevði við sær, at vektin hjá Erlu eisini vaks. Men mær feilti also einki, staðfestir Erla enn eina ferð. Tó minnist hon aftur á broyttu spurningarnar og viðmerkingarnar frá fólki, sum brádliga kendust sum hóttandi áminningar um, at hon nú mátti vera varin við matinum. Hóast eg át vanligt, hildu fólk seg hava rætt til at minna meg á, at eg ikki skuldi eta ov nógv, greiðir hon frá. Hon vildi ikki trúgva mær, tá eg segði, at eg vigaði 60 kilo. Hon helt seg verða noydda at skifta battaríini á vektini, tí talið á lítla skíggjanum var so høgt Tað er serliga ein hending, sum Erla minnist aftur á. Tað var tá omma hennara skifti battaríini í baðivektini, tí hon helt, at okkurt mundi vera galið við vektini, tá Erla fortaldi henni, hvussu nógv hon vigaði. Hon vildi ikki trúgva mær, tá eg segði, at eg vigaði 60 kilo. Hon helt seg verða noydda at skifta battaríni á vektini, tí talið á lítla skíggjanum var so høgt. Eg var 176 sentimetrar høg og vigaði 60 kilo Í veruleikanum var eg í lættari lagi, og í dag dugi eg væl at síggja, at tað ikki var mær, tað var galið við, men viðmerkingunum frá umheiminum, staðfestir Erla ørg og leggur dent á, at hon ongantíð visti, nær hon var nóg góð, tí líkamikið hvat hon vigaði ella hvussu hon sá út, fekk hon viðmerkingar frá fólki hesum viðvíkjandi. Uttan at vita tað við vissu, hugsar Erla, at alt hetta uppmerksemi um hennara kropp komst av, at hon sum barn var sera kløn. Hetta uppmerksemi og hendingar, sum tær lýstar omanfyri, festu røtur í henni, og tað hevði eisini við sær, at Erla fekk eina neiliga fatan av egnum kroppi og egnari útsjónd. Tó viðgongur hon, at hetta helst ikki vóru einastu orsøkirnar til, at hon seinni fekk sálarligar avbjóðingar. Tað vóru eisini aðrar umstøður og hendingar í barnaárum hennara, sum gjørdu tankameldurin hjá Erlu ov tungan. Tað var hesin tankameldur, sum spakuliga menti seg til tunglyndi. Hugleiðandi og rørd greiðir Erla frá um hesar umstøður. Eg hevði tað trupult sum barn. Eg varð noydd at blíva vaksin rættiliga skjótt, og eg fekk tíðliga í lívinum ábyrgd. Eg eri barn hjá fráskildum foreldrum, og eg havi altíð ferðast nógv millum tvey heim. Pápi mín drakk illa, og eg varð noydd at flyta heim til mammu men mamma hevði tað heldur ikki lætt. Hon varð eitt tíðarskeið innløgd á psykiatriska depilinum, og tá varð eg noydd til eisini at taka mær av mínum systkjum umframt mær sjálvari. Eg kom ongantíð so langt sum til at taka lívið av mær sjálvari, men eg hevði lagt eina æltan, og eg visti akkurát, hvussu tað skuldi gerast Lívið hjá Erlu var ógvuliga merkt av umstøðunum heima við hús, og við tankameldri og tunglyndi fekk Erla eisini angist og neiligar tankar um lívið. Eg fekk fyrstu ferð heilivág fyri tunglyndi, eftir at hava verið einsamøll heima í eina viku. Mamma mín og yngru systkini vóru burturstødd. Eg kom ongantíð so langt sum til at taka lívið av mær sjálvari, men eg hevði lagt eina ætlan, og eg visti akkurát, hvussu tað skuldi gerast. Detaljurnar vóru fyrireikaðar út í æsir, fortelur Erla, meðan eyguni fyllast við tárum. Eg orkaði ikki lívið meira, og tað legði ein vinkona eisini merki til. Eg sendi henni eini sms boð, og hon kom eftir mær og minnist meg rætt, kom mamma heim við fyrsta flogfari dagin eftir. Tað var tá, mítt anorexia av álvara byrjaði. Heilivágurin, myrku tankarnir og manglandi hugurin til lívið førdu meg út á heilt skeivu kós Hóast Erla mutaði ímóti, noyddi mamman hana til læknan. Erla vildi tó treyðugt taka heilivágin, hon fekk frá læknanum, tí hon var bangin fyri, at matarlysturin, sum hon annars ikki hevði, fór at koma aftur, og at hon soleiðis fór at missa tamarhaldið á sínum matvanum, vekt og spegilsmynd. Javnvágin millum at taka heilivág og hava tamarhald á vektini, gjørdu matvanarnar hjá Erlu enn ósunnari. Tað var tá, mítt anorexia av álvara byrjaði. Heilivágurin, myrku tankarnir og manglandi hugurin til lívið førdu meg út á heilt skeivu kós. Eg føldi, at eg mátti vinna mær tamarhald á onkrum. Maturin bleiv tí ein útvegur fyri meg. Tá eg hugsaði um, hvat eg át, og um, hvussu nógv eg skuldi venja, fekk eg flutt fokus yvir á okkurt annað enn truplu tankarnar um lívið, viðgongur Erla. Erla legði gerandisdagin gjølla til rættis soleiðis, at hon ikki át ov nógv. Í veruleikanum snúði tað seg ikki um, maturin var sunnur ella ósunnur, men um at hava tamarhald á onkrum, tá alt annað tyktist tungt og ógreitt. Hvønn morgun og hvørt kvøld stóð Erla á vektini í baðirúminum, men skjótt vant hetta upp á seg, og Erla fann seg sjálva á vektini eftir hvørja máltíð. Eg fekk yvirlit eg sá, hvussu grammini fluttu seg, og eg bleiv bitin av tí. Eg kravdi av mær sjálvari, at talið skuldi lækka, og um tað ikki lækkaði, varð eg noydd at venja ein tíma eyka, greiðr Erla frá. Tað var ikki nakað, eg tosaði um, tí eg helt ikki, at hetta var nakað at tosa um. Eg helt veruliga ikki, at eg hevði ein trupulleika Truplu og døpru tankarnir tyngdu gerandisdagin hjá Erlu so mikið nógv, at orkan til skúlan og sosiala samveru minkaði. Tíðin fór í staðin við venjing og tonkum um, hvussu hon kundi sníkja seg undan matinum. Tað var ikki nakað, eg tosaði um, tí eg helt ikki, at hetta var nakað at tosa um. Eg helt veruliga ikki, at eg hevði ein trupulleika, so hví skuldi eg seta orð á tað Eg var ikki tilvitað um, at eg bardist við anorexia, minnist Erla. Mamma Erlu byrjaði tó at varnast, at dótturin ikki hevði tað gott. Mamman hevði eisini borið eyga við, at baðivektin altíð stóð frammi. Hetta fekk mammuna at undrast á, um alt nú ruggaði rætt. Mamma tók í meg. Hon bleiv strong. Hon fylgdi við, nær eg át, og hvat eg át. Hon sat uppi yvir mær, tá eg skuldi eta. Men eg var í skúla helvtina av degnum, og tá fór maturin í rusksílatið. So mamma sá ikki allan veruleikan. Tó sá hon, at eg ikki fekk tað betri. Hon sá eisini, hvussu kløn eg var blivin, og at enda noyddi hon meg aftur til læknan, hóast eg ikki vildi. Eg kastaði matin út gjøgnum vindeygað Læknin og mamman hjá Erlu tóku avgerð um, at Erla skuldi innleggjast fyri at fáa hjálp við sínum etingarólagi. Tað var løgið. Brádliga var eg ikki frí longur. Tað føldist, sum var eg í einum fongsli, tí nú slapp eg ikki longur at stýra mínum lívi sjálv. Á deplinum byrjaði Erla í viðtalu hjá sálarfrøðing, og hon fekk eisini vegleiðing frá einum kostráðgeva. Men Erla vildi enn ikki eta saman við øðrum fólkum, og tí fekk hon til at sita einsamøll og eta. Tað fyrstu tíðina stríddist Erla ímóti mannagongdunum á deildini og móti tí hjálp, sum hon fekk. Eg kastaði matin út gjøgnum vindeygað, minnist Erla aftur á og heldur fram. Bæði starvsfólkini á deplinum og mamma løgdu skjótt merki til tað. Tað var ein lítil gonguteigur beint við kamarið hjá mær, har nógv fólk gingu allan dagin, so tey sóu matin uttanfyri. Sós var eisini á mínum vindeyga, so tað var týðiligt, at tað var eg, sum átti matin í túninum. Starvsfólkini vóru ikki óð, men tey prátaðu sjálvsagt við meg um hetta. Eg minnist bara, at tey søgdu, at tað bar ikki til, og framyvir skuldi ein sjúkrasystir sita saman við mær, tá eg skuldi eta. Spakuliga byrjaði Erla at eta meir. Eg fekk matarætlan, so eg visti, hvat eg át. Eg minnist, hvussu løgið eg helt tað vera. Kroppurin og eg sjálv vóru ikki von við at eta so nógv. Í byrjanini var tað torført, men sjúkrasystrarnar vóru so dugnaligar. Tað vóru ikki altíð tær somu sjúkrasystrarnar. Eg saknaði onkuntíð, at tað altíð var tann sama, tí eg ynskti at føla meira tryggleika. Samstundis visti eg, at eg ikki kundi krevja tað, tí øll á deildini arbeiða jú í skiftandi vaktum. Men høvdu tær ikki sitið uppi yvir mær, tá eg skuldi eta, hevði eg ikki fingið bitan niður um, greiðir Erla frá og leggur afturat, at sjúkrasystrarnar eisini høvdu sín egna mat við, sum tær so ótu saman við henni. Hetta gjørdi eisini hugburðin hjá Erlu til mat eitt vet lættari. Vit høvdu vanligar samrøður, ið eisini snúðu seg um alt annað enn mítt etingarólag, og við tíðini lærdi eg, at maturin bara skuldi etast sum tað natúrliga, hann er. Tað var sjálvandi strævið, men tey lítlu stigini hjálptu mær. Eg fekk tað betri, tí eg tók smá stig. Hartil gekk eg hjá fysioterapeuti, sum gjørdi meg tilvitaða um mín kropp. Eg slapp at mála og venja eitt sindur, og eg merkti, at tey góvu mær eitt sindur av frælsi til at gera tað, eg hevði hug til. Eg fann útav, at um eg skuldi hava orku til tað, sum eg veruliga tímdi at gera, so varð eg noydd at eta, tí matur er jú brennievni fyri kroppin, sigur Erla smílandi. Eg misti ikki vinir. Í staðin sá eg, hvørjir mínir veruligir vinir vóru. Eg varð noydd at gevast í skúlanum, og tað var eg kedd um. Skúlin hevði stóran týdning fyri meg, tí eg vildi vísa familjuni og umheiminum, at eg var nóg góð, og at eg megnaði at fáa eina útbúgving. Eg vildi ikki enda aftanfyri øll hini. Eg havi altíð havt ein dreym um at fáa eina útbúgving. Eg helt tað eisini vera skomm at gevast í skúlanum, tí øll ganga jú í skúla, sigur Erla og minnist, at hon var bangin um at missa vinfólk, tí umdømi hennara nú bleiv tað, at hon var sálarliga sjúk. Men eg misti ikki vinir. Í staðin sá eg, hvørjir mínir veruligir vinir vóru. Summi vitjaðu meg og hildu sambandið, meðan onnur ikki gjørdu. Tað føldist sum teir vinirnir, sum vendu mær bakið, dømdu meg orsaka av mínari sjúku, sigur Erla og greiðir frá, at tað kendist sum allar Føroyar vistu, hvat hon stríddist við. Henda tankagond broyttist tó munandi, tá Erla fekk bjóðað starv í Danmark. Hetta bleiv mín drívmegi til at gerast frísk. Í Danmark kundi eg byrja av nýggjum. Eg byrjaði veruliga at arbeiða við mínum trupulleikum. Eg gjørdi tað, sum varð kravt av mær á deplinum, og maturin bleiv ein nátúrligari partur av mínum gerandisdegi. Við hjálp frá kostráðgeva, fysioterapeuti og sjúkrasystrum fekk eg mót uppá lívið aftur. Eg minnist serliga væl tann eina tíman saman við mínum fysioterapeuti, tá hann bað meg leggja eitt band á gólvið, sum skuldi avmynda, hvussu breiða eg helt mína miðju vera. Eg gjørdi, sum hann segði, og tá eg var liðug, bað hann meg taka bandið upp aftur av gólvinum og leggja tað um miðjuna. Tá legði eg veruliga merki til, at mín fatan var ikki veruleiki. Eg minnist, at eg var skelkað, og at eg ta náttina lá og hugsaði leingi um hendingina. Í dag minnist eg aftur á slíkar løtur við einum smíli, tí tað vóru hesar smáu løturnar, sum fingu meg at broyta hugsanarhátt, sigur Erla glað. Eg føli, at eg havi vunnið mær tamarhald á sjúkuni. Sjálvandi eru enn dagar, har eg veruliga havi hug at blaka matin í ruskílatið, men eg havi lært, hvussu eg skal hugsa, og hvat eg skal gera, tá ið eg føli nógv til mítt etingarólag. Sjálvandi eru enn dagar, har eg veruliga havi hug at blaka matin í ruskílatið Sjúkan fer altíð at fylgja mær, men tað er munur á at lata sjúkuna stýra tínum lívi, og at tú stýrir tínari sjúku. Eg havi kempað, og tað geri eg enn, staðfestir Erla, sum millum annað ikki hevur keypt sær eina baðivekt, tí, sum hon sjálv orðar tað, so veit hon, hvørjum tað endar við. Hóast hon at byrja við stríddist ímóti, so er Erla í dag takksom fyri alla ta hjálp og stuðul, hon hevur fingið. Í dag býr hon í Danmark, og tað gleðist hon um. Her í Danmark kann eg sjálv avgera, hvør veit hvat. Tað er fantastiskt, og tað ger tað lættari fyri meg at temja mína fortíð, samstundis sum eg kann skapa mær eitt nýtt lív. Eg royni at eta heilsugott og góðtaka, at mítt etingarólag altíð kemur at fylgja mær. Men mín sjúka skal ikki sleppa at vinna á mær aftur, staðfestir Erla og smílist. Eg havi kempað, og tað geri eg enn Erla er dulnevni. Høvundurin av greinini kennir navnið á kelduni Andadrátturin verður títtari, og hjartað byrjar at hoppa. Tankarnir verða av tí sama ógvuliga flákruttir, og allir mínir nervar spíla seg út. Kroppurin fer at ristast. Og tá eg havi lætt við at fella tár, so trokar gráturin seg næstan altíð fram. Sum smágenta var Drós altíð friðarlig. Saman við sínum javnaldrum gekk hon í skúla, og í frítíðini íðkaði hon nógvan fimleik. Tað var ikki fyrr enn í 8. flokki, at tilveran brádliga bleiv trupul. Eg byrjaði at fáa tað trupult við at leggja fram í skúlanum. Eg gavst við at koyra hondina upp, tá ið lærarin spurdi spurningar út í flokkin. Eg legði eisini merki til, at eg brádliga fekk hug at gráta, um onkur setti mær óvæntaðar spurningar. Tá eg kom í framhaldsdeildina fór mín ótti av álvara at gera um seg. Tá ið Drós gjørdist tilvitað um sína angist, merkti hon, hvussu familjan ynskti hana at koma víðari. Bæði hon og familjan merktu, at angistin tyngdi gerandisdagin. Eg megnaði ikki at rætta hondina upp í tímanum Eg minnist, at familjan hugsaði um mína støðu, sum var tað nakað, ið fór at ganga yvir. Tey kravdu, at eg skuldi rætta hondina upp í tímanum, hóast eg ikki kláraði tað. Tey vildu hava meg at fara upp ímóti tí, gloyma tað og koma víðari. Eg vænti, at tey kravdu hetta av mær, tí tey hildu tað vera mítt smædni, ið forðaði mær. Men mín veruleiki var ein heilt annar eg megnaði ikki at rætta hondina upp. Eg var altíð sera bangin. Eg hugsaði nógv um, at eg ikki livdi upp til tað, sum familjan og skúlin kravdu av mær. Eg hevði onkran vin, sum viðhvørt fekk panikk angist, men tað var ongantíð soleiðis hjá mær. Hóast Drós hugsanði nógv um skúlan og tey krøv, ið vórðu sett henni, vistu hini rundan um hana, hvussu hon hevði tað. Tey løgdu merki til, at hon altíð sat á aftasta bonki í skúlanum. Eisini slapp hon undan at leggja fram, tí hon megnaði ikki, at øll hugdu at sær. Eg hevði onkran vin, sum viðhvørt fekk panikk angist, men tað var ongantíð soleiðis hjá mær. Hóast eg ikki svímaði ella fekk panikk angist, so føldi eg kortini óttan mín andadráttur broyttist, og eg fór at gráta. Tá eg kom í 9. flokk fekk eg eisini sersømdir frá lærarunum. Eg slapp at fara út úr skúlastovuni, um eg føldi, at tað bleiv ov nógv. Mínir lærarar avtalaðu, at teir skuldu ikki útpeika meg til at svara nøkrum óvæntaðum spurningi. Eg bleiv frítikin frá framløgum inni í flokkinum, og eg slapp at leggja fram uttanfyri flokshølið, har tað bara vóru eg og ein lærari. Samstundis bleiv tað lættari hjá mær at sissa meg sjálva inni í tímanum. Hóast tær sersømdir, ið Drós fekk, merkir hon ikki, at tað hevur havt neiliga ávirkan á seg. Hon føldi, at hini í flokkinum vóru stuðlandi og góðtóku, at hon hevði serligar avtalur við læraran. Eg føldi aldrin, at eg misti nakað. Um eg skal koma í tankar um nakað, so kanska tað hevur havt eina neiliga ávirkan á míni evni at leggja fram. Men eg fekk altíð tað við, sum gekk fyri seg í undirvísingini. Um hini í flokkinum hava hildið tað verið órættvíst, tað veit eg ikki, men tey søgdu aldrin nakað um tað. Eg haldi, at tey vóru ordiliga skiljandi. Tað var onkuntíð, at eg segði við onkran í flokkinum, at eg ikki kundi vera við til at leggja fram. Tá tey spurdu meg hví, so segði eg bara, at eg hevði eina avtalu við læraran um tað, og tað góðtóku tey. Tað viktigasta fyri meg var tryggleikin Hjá Drós var tíðin í framhaldsdeildini sera merkt av hennara trupulleika. Hon dugdi ikki at seta orð á, hvat tað var, sum gjørdi um seg í kroppinum. Smáar viðmerkingar so sum, hvørjum klæðum hon gekk í, kundu vera við til at oyðileggja dagin. Eg var altíð ógvuliga bangin fyri, hvat onnur fólk hugsaðu. Eg bleiv so nervøs av, at eg ikki dugdi at lesa teirra tankar og finna fram til, hvat tey veruliga hildu um meg. Tá eg royndi at greiða frá hesum óttanum, fekk eg altíð sama svar. Eg fekk altíð at vita, at fólk høvdu nóg mikið í sær sjálvum, so tey gjørdu sær ikki far um meg, men mín hugsan var ein onnur. Eg føldi veruliga, at øll altíð løgdu merki til mín og stardu eftir mær. Tað kláraði eg als ikki, og tað geri eg framvegis ikki. Eg fekk tí eisini loyvi at seta meg á aftasta bonk í skúlanum, og har siti eg enn, hóast eg nú gangi á triðja ári á miðnámi. Men av tí, at eg hevði so góðar lærarar, sum royndu at skilja mína støðu, so merkti eg ein ávísan tryggleika. Og tað viktigasta fyri meg hevur altíð verið tryggleikin. Eg hevði fast pláss í stovuni, eisini sjálvt um hini fluttu runt Drós greiðir frá eini hending, har ein drongur úr fólkaskúlanum setti henni ein óvæntaðan spurning, sum fekk hana at steðga upp. Eg ræddist altíð tað óvæntaða. Eg føldi ikki, at eg hevði kontroll, um eg brádliga fekk ein spurning frá læraranum. Men eg minnist serliga væl ein skúladag, tá ið allur flokkurin hevði verkætlan. Vit fingu uppgávuna at seta hvørjum øðrum spurningar, og eg minnist væl, at tað var ein drongur, sum brádliga setti mær ein spurning. Eg var ikki fyrireikað og bleiv tí illa við. Eg minnist enn kensluna. Eg steðgaði bara upp og fekk ikki eitt orð fram. Eg minnist eisini, hvussu øll vendu sær og hugdu, tí tey væntaðu, at eg fór at koma við einum svari, men tað kom ongantíð. Aftaná tíman minnist eg, at sami drongur kom yvir til mín. Hann bað um umbering fyri at hava sett mær henda óvæntaða spurningin. Eg bleiv kløkk, men eg fekk eisini játtað, at mínir floksfelagar vistu, hvør mín støða var. Eg fortaldi tað ongantíð sjálv, men eg vænti, at tað hevur verið sjónligt. Tey seinastu árini í fólkaskúlanum vóru byrjanin til lívið við angist, greiðir Drós frá. Tí hóast umlagdar skúladagar, sersømdir og serligar framløgur, hevði óttin vunnið sær fastatøkur í Drós. Tey seinastu árini í fólkaskúlanum vóru sera hørð at koma ígjøgnum. Eg, saman við mammu, valdi tí at fáa mær sálarliga hjálp. Eg visti, at tað ikki var rætt at ræðast samveruna við onnur, men eg fann eisini skjótt útav, at mínir tankar vóru irrationellir. Sálarfrøðingurin lærdi meg tí eisini at skilja, læra og arbeiða ímóti tonkunum. Eg lærdi, hvussu eg kundi flyta fokus, og hvussu eg kundi læra at gera nakað gott fyri meg sjálva. Í samband við skúlan brúkti eg tó mest tann hentleika, sum fevndi um at flyta fokus. Eg royndi at lata vera við at stressa um framløgurnar og í staðin læra meg at góðtaka, at eg var bangin. So við og við leyp eg eisini út í truplar støður, hóast eg føldi nógv til mín ótta. Aftaná 9. flokk tók eg mær eitt ár, har eg bara hugsaði um at arbeiða við mínari angist. Eg hugsaði altíð, at sálarhjálp var bara fyri tey, sum høvdu ekstremar trupulleikar Við hjálp frá sálarfrøðingi byrjaði Drós at skilja, hvat tað var, sum hendi við sær. Hon fekk eisini at vita, at tað var rættiliga vanligt, at slíkir tankar byrja, tá vit koma í tannárini, tí tá koma nýggjar avbjóðingar undan kavi. Drós greiðir frá, at millum annað hormonini eru við til at leggja lunnar undir ymsar sálarligar trupulleikar hjá ungum. Men hóast góða hjálp í 9. flokki, gjørdist tilveran tung, tá Drós byrjaði á Glasi. Ein partur av óttanini hjá Drós, hevur altíð verið tunglyndi. Hetta gjørdist hon tilvitað um, og hon varnaðist, at hon hevði lætt við at detta í eina ónda ringrás. Tað var tí ógvuliga týdningarmikið fyri hana at vinna sær førning til at sleppa burtur úr óndu ringrásini. Men tað er ikki altíð líka lætt, og tað mátti hon ásanna, tá hon fór á miðnám. Tá eg byrjaði á Glasi, setti eg meg á aftasta bonk, sum eg var von. Eg kláraði ikki, at fólk skuldu síggja mín telduskíggja. Tað ger tað trupult hjá mær at hugsavna meg, og eg fái tí heldur ikki tað sama burtur úr undirvísingini. Aftasti bonkurin er tí blivin mín tryggleiki. Hóast eg ikki beinleiðis føldi tann sama óttan sum í fólkaskúlanum, so merkti eg framvegis nervøsitetin í kroppinum. Mín angist gjørdi ræðuliga nógv um seg fyri einum ári síðan, og eg vendi mær tí til mín lestrarvegleiðara á skúlanum. Eg greiddi honum frá, at eg ynskti at skifta flokk, tí eg treivst ikki. Hetta var tó ikki ein møguleiki, men hann bjóðaði mær nakrar samrøður hjá sálarfrøðingi á skúlanum. Eg minnist, at eg hugsaði, at sálarhjálp bert var fyri tey, sum høvdu ekstremar trupulleikar, men eg takkaði ja, hóast eg hevði blandaðar kenslur. Eg visti væl, hvat tað innibar at ganga hjá sálarfrøðingi, men eg hugsaði ikki, at eg hevði ein serliga stóran trupulleika. Tá harðast leikar á, ber sum oftast til hjá mær at flýggja úr mínum egna høvdi og niður í bókina Drós hevði fimm samrøður við sálarfrøðingin. Hon fekk tað eitt sindur betri, og sum árið gekk, tók hon seg nógv fram. Tað vóru smá fet, sum gjørdu, at hon megnaði at fáa tað betri og halda fram í skúlanum. Sálarfrøðingurin tosaði nógv um, hvat er gott fyri bæði høvd og sinn. Til dømis skuldi Drós læra seg at góðtaka, at hon viðhvørt hevði brúk fyri serliga nógvum friði. Hetta lærdi hon seg, og heima dámdi henni til dømis væl at fara inn á kamarið og seta seg í friði við einari góðari bók. Eg eri ein ógvuliga introvertur persónur. Mær tørvar frið, eisini frá familjuni. Hóast tryggleikin er umráðandi fyri meg, so dámar mær væl at sita á kamarinum púra einsamøll. Tað, sum eg havi lært hjá sálarfrøðinginum, er, at tað er umráðandi fyri meg at flyta fokus. Hetta megni eg best, um eg havi eina bók ella eina seriu at hugsavna meg um. Í skúlanum havi eg tí eisini eina bók í taskuni. Tá harðaast leikar á, ber sum oftast til hjá mær at flýggja úr mínum egna høvdi og niður í bókina. Tær flestu tilgongdirnar viðvíkjandi óttanum eru í dag burtur, men Drós brúkar tó enn nøkur amboð at temja angistina. Eg byrjaði at taka meg fram. Eg fekk sálarhjálp og sá eisini, at hetta var ikki nøkur skomm. Áðrenn hugsaði eg, at sálarhjálp var nakað neiligt, men nú dugi eg veruliga at síggja, hvussu neyðug hjálpin kann vera. Ein hentleiki, sum eg enn brúki at fyribyrgja mínum ótta, er plássið á aftasta bonki. Eg seti meg enn á aftasta bonk í skúlanum. Eitt annað amboð er flýggjanin úr høvdinum. Eg brúki tá eina góða bók. Eg tori illa at fara út sjálv. Eg havi altíð onkran við mær Hóast skúlin hevur fylt nógv í lívinum hjá Drós, so vóru tað eisini aðrar støður, ið framkallaðu hennara angist. Millum annað stórar mongdir av fólki sum til dømis familjuføðingardagar. Eg tori illa at fara út sjálv. Eg havi altíð onkran við mær. Eg eti sjáldan í matrfríkorterinum, og heldur ikki tá eg eri á matstovu. Mær hevur ongantíð dámt at etið saman við nógvum fólki. Eg fái tað óbehagiligt og føli, at øll hyggja eftir mær, meðan eg eti. Matur hevur ofta verið ein trupulleiki fyri meg. Eg havi altíð verið ógvuliga kræsin. Eg haldi altíð, at man sær so løgin út, tá man etur. Eg havi eisini altíð óttast hugsanina hjá hinum also viðvíkjandi hvat eg eti. Um eg til dømis eti bomm, so hugsi eg beinanvegin, at hini halda meg vera ósunna ella okkurt líknandi. Eg eri blivin góð til at skumpa allar kenslur til viks Sum ein part av at arbeiða við sínari angist hevur Drós lært seg at hugsa meira rationelt. Av tí sama hevur hon lært seg at skumpa sínar kenslur til viks, tí hon vil ikki føla tær. Tá ið hon noyðist út einsamøll, merkir hon ofta, hvussu óttin spakuliga vinnur seg inn á hana. Av tí at angistin ikki bara hvørvur, fari eg nokk altíð at merkja ræðslu innan í mær. Eitt dømi er millum annað tankin um at fara út einsamøll. Eg kann royna at flyta fokus og fara út, hóast eg ræðist tað, men tað broytir tó ikki kensluna inni í mær. Eg havi lært meg at liva við mínum ótta, og tað er nakað, sum altíð fer at fylgja mær. Tá ið eg eri í støðum, sum framkalla mína angist, merki eg, hvussu nervøsiteturin dregur meg at sær. Andadrátturin verður títtari og hjartað byrjar at hoppa. Tankarnir verða av tí sama ógvuliga flákruttir, og allir mínir nervar spíla seg út. Kroppurin fer at ristast. Og tá eg havi lætt við at fella tár, so trokar gráturin seg næstan altíð fram. Ein slík uppliving tekur langa tíð at koma yvir. Hon setir síni spor, og eg verði øgiliga móð. Slíkum støðum møti eg enn, men nú dugi eg nógv betur at fáa kontroll á mær sjálvari. Drós hevur aldrin beinleiðis fingið staðfest angist. Og tó. Eg fekk aldrin reiðiliga diagnosuna angist, men tá eg gekk til sálarfrøðing í 9. flokki, segði sálarfrøðingurin, at hon helt, at ábendingar vóru um sosiala angist. Nú, tá ið Drós er blivin eldri, hevur hon lært seg at arbeiða við trupulleikanum. Hóast hon hevur fingið sálarliga hjálp, er angistin ikki burtur. Sjálvandi merki eg enn mína angist. Men tá ið eg til dømis skal leggja fram, so er tað gott, at eg nú havi lært at skumpa ræðandi kenslurnar til viks. Hjá summum kann tað vera skaðandi, men í mínum føri hjálpir tað mær, og tí síggi eg tað ikki sum nakað neiligt. Fyrr kundi eg verða flov av, at umheimurin visti um mína angist, men í dag eri eg bara takksom fyri tað Fyri at vinna á angistini varð Drós noydd til at vera opin. Hon greiddi vinkonunum frá, hvussu hon hevði tað. Eisini hóast tær ikki altíð skiltu hana. Eg fekk nógva hjálp heima. Hóast eingin veruliga skilti meg, so fekk eg eisini hjálp frá vinum. Vinkonurnar komu við mær, um eg skuldi okkurt, og tær gjørdu eisini ymiskt fyri meg, um tær sóu, at eg ikki megnaði tað. Tað var ordiliga deiligt, tí eg føldi, at eg var trygg saman við mínum nærmastu. Eg havi havt eitt gott trygdarnet rundan um meg, og tað eri eg sera takksom fyri. Tey hava roynt at skilt, lært og viðhvørt trýst meg eitt sindur víðari, men eisini góðtikið, um eg ikki havi klárað eitthvørt. Tá ið tú stríðist við angist, er tað umráðandi, at tú fært tann friðin, sum tær tørvar Opinleiki er sera umráðandi, men Drós heldur eisini, at tað er gott um fólk vita, hvussu man skal fara við einum menniskja, ið stríðist við angist. Tað, sum hevur hjálpt mær mest, er sjálvandi hjálpin frá sálarfrøðingunum. Tann stuðul, ið eg havi fingið, er eisini týdningarmikil at varpa ljós á. Tú hjálpir best einum við angist, tá ið tú letur vera við at fortelja teimum, hvat er rætt, og hvat er skeivt. Ikki seta spurnartekin við tað, sum tey óttast. Royn heldur at sissa tey. Tað nýtist ikki altíð at vera so nógvur dialogur, men heldur eitt skiljandi eygnabrá. Fyri mítt viðkomandi hevur besti heilivágur verið friðurin. Teir dagar, har eg merki nógv til mín ótta, vita míni nærmastu eisini, at mær tørvar frið. Drós leggur dent á, at familjan og ein sjálvur ikki altíð megna at handfara trupulleikan einsamøll. Tí er tað ikki ein skomm at leita sær eftir sálarfrøðiligari hjálp tað er eyðsæð, at við sálarhjálp megnar man at hjálpa nógvum fólki, ið stríðast hvønn dag, sigur Drós at enda. Hóast tankin um sálarhjálp kann tykjast ræðandi, so er tað eisini umráðandi, at vit onkuntíð leypa út í tað, hóast tað følist fremmant. Ein kann kenna seg býttan og óttafullan, men tað er umráðandi, at vit aldrin gera okkara egna trupulleika minni verdan enn tann hjá øðrum. Øll, sum stríðast, hava uppiborið at fáa tað gott, og tí er tað umráðandi at seta prís upp á tað hjálp, sum er tøk. Drós er dulnevni. Høvundurin av greinini kennir navnið á kelduni Millum røðararnar verða Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum, Tróndur Patursson, listamaður, sum greiðir frá listaverkinum í rundkoyringini, og Bergur Poulsen, nevndarformaður í partafelagnum Eysturoyar og Sandoyartunlar. Eyðun Eliasen fer at greiða frá arkitekturinum í sambandi við portalar og ljósseting, og Jens L. Thomsen fer at greiða frá ljóðmyndini, sum verður at hoyra í tunlinum. Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og borgarstjórarnir í kommununum við Skálafjørðin, Tórbjørn Jacobsen, Artur Johansen og Johannes Danielsen fara eisini at halda røðu. Hátíðarhaldið við rundkoyringina endar við, at Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, slippir snórin og verður tann fyrsti at koyra í tunlinum, eftir at hann er tikin alment í nýtslu. Í kvøld verður ein bjargingarroynd, og hon verður tann seinasta, sum verður gjørd, áðrenn Eysturoyartunnilin letur upp leygardagin. Áðrenn málið kemur til politiska viðgerð, skal umsitingin í Tórshavnar kommunu meta um stuðulsumsóknina og gera eitt tilmæli, sum mentamálanevndin kann brúka í viðgerðini. Málið um stuðul til teknifilmin Skúla Scam, sum 17 ára gamli Tóki Jansson hevur gjørt, byrjar, tá Jenis av Rana, landsstýrismaður avgjørdi at ganga ímóti tilmælinum um at lata almennan stuðul til verkætlanina. Umsóknin var send kommununi, og varð viðgjørd í mentamálanevndini í gjár. Har varð avgjørt lata umsitingina taka støðu til málið fyrst. Hóast nýggja royndarskipanin um ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð til persónar millum 15 til 35 ár er eitt gott stig á leiðini, so eru veikleikar í skipanini. Langa bíðitíðin prógvar, at sálarheilsan hjá børnum og ungum als ikki verður raðfest, sigur Laura Apol, aðalskrivari hjá Sinnisbata. Karin hevur valt at hoyra nólsoyingar kvøða Brestiskvæði, Tanja Poulsen og Súsanna Maria Hansen skipa. Dansifelagið í Havn fer upp á gólv við Harpurímu, Sigmund í Hoyvík skipar. Martin Tórgarð skupar De Røvere Tolv í Dansifelagnum í Havn. At enda hevur Karin valt at hoyra Dansifelagið á Látrinum kvøða Vaagen, Sjúrður Ferja skipar. Í Sandavági eru ymisk tiltøk á skránni í jólamánaðinum, vit vitja nøkur av hesum tiltøkunum. M.a. syngja tey jólini inn í Sandavágs kirkju. Vit eru við, tá alment jólatræ fyri fyrstu ferð verður tendrað í lítlu bygdini Norðtoftum í Borðoynni. Og saman við trimum systkjum úr Múla vitja vit barnaheimið í heimbygdini, har eingin býr fast longur. Tey greiða frá, hvussu tað var í Múla um jólini í teirra uppvøkstri. Tórður Mikkelsen hevur lagt til rættis og Sólfríð Maria í Rók hevur filmað og klipt. Á býráðsfundi í kvøld, skuldi Tórshavnar býráð sambært skránni taka støðu til, um byggiloyvi skal gevast til at byggja hotellíbúðir niðri á Bryggjubakka. Fólk sum búgva í økinum eru ónøgd um hesa ætlanina, men kenna seg ikki hoyrd av kommununi. Útisetarnir vilja heim á jólum, og í ár er einki undantak. Sjálvandi skulu tilmælini haldast, søgdu nøkur teirra, sum vóru á veg til Føroya úr Kastrup í dag. Nýggj tilmæli eru komin um, at vit ikki skulu fara ov nógv fólk til handils í senn. Men tað kann verða trupult at halda tilmælini, tá nógv fólk savnast. Hóast nøkur er stúrin um, at ov nógv fólk savnast, tá jólainnkeypini skulu klárast, so eru eisini fleiri, sum hugsa um at halda tilmælini. Mynduleikarnir siga, at handilsvinnan eigur at tryggja, at spritt er tøkt, at reingerðin er í lagið og at seta skelting upp, sum minnur fólk á at halda frástøðu. . Fyrrverandi starvsfólk og brúkarar finnast hvassliga at stovninum og viðgerðartilboðnum har. Viðgerðarstovnurin livir ikki upp til sítt endamál, tvørturímóti verða ung við rúsevnistrupulleikum slept uppá fjall, siga tey. Sambært fyrrverandi starvsfólkum eru trupulleikar á stovninum líka frá ungfólk verða tikin inn, til tey vera latin útaftur í samfelagið. Í innslagnum tosa vit eisini við ungan mann, sum tvær ferðir hevur verið á Frælsinum í longri tíðarskeið, uttan at hann metti seg fáa stórvegis viðgerð. Martin Kúrberg, leiðari á Frælsinum, svarar atfinningunum. Viðgerðarstovnurin Frælsi hevur verið á fíggjarlógini síðani 2017. Íroknað eykajáttan fyrr í ár verður játtanin tilsamans fimm milliónir í 2020. Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2021 vórðu somuleiðis fimm milliónir settar av til viðgerðarstovnin, men í álitinum frá Fíggjarnevndini 11. desember varð játtanin skorin við 300.000 krónum. Nú verður søkt eftir nýggjum sýslumanni til Norðoya og Eysturoyar sýslu, tí Karl Johansen fer úr starvinum. Á nýggjárinum tekur hann við sum borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu. Arbeiðsuppgávurnar eru millum annað at standa fyri náttúrufriðingarmálum, borgarligum vígslum, skráseting av hagastýrum og at skipa grindarakstur. Starvið er áramálssett í trý ár, og fregnartænastan hjá donsku løgregluni skal trygdargóðkenna tann, sum søkir, skrivar Føroya Politi á facebook. Umsitingarbygningurin hjá Sjóvinnustýrinum verður boðin út sum heildararbeiðstøka. Tann, sum vinnur útboðið, skal tekna, projektera og byggja. Sjóvinnustýrið hevur síðani á sumri 2016 húsast í fyribilshølum í Havn, eftir at stovnurin noyddist at flyta úr leigaðum hølum í Miðvági, sum ikki vóru mett at vera egnað. Talan er um alt økið framman fyri FSF høvuðssætið og Niðara vøll frá økinum millum Dansifrøi og Gundadalshøllina og framvið Gundadalsvegnum til og við Bridgehúsið. Í fjør vóru 1.050 ársverk í sjúkrahúsunum í Føroyum, 806 a Landssjúkrahúsinum, 127 á Klaksvíkar sjúkrahúsi og 118 á Suðuroyar sjúkrahúsi, skrivar Hagstovan. Inngangsbønina lesur Herdis Johannesen. Tónleikur Eyð Pæturson spælir violin til Judas Maccabeus og Eitt barn er føtt í Betlehem Barnakórið syngur Eitt fjós og ein krubba og Gleðilig Jól Jógvan Fríðriksson, biskupur prædikar. Barnakórið syngur Lítla fitta nissa mín og Nissumamma og nissupápi Ælabogin spælir Felis navidad, Fagur himin er at sjá og Nú birtast 1000 jólaljós Dánjal G. Høgnesen lesur útgangsbønina. Postludium spælir Ælabogin og tað er sálmurin Føgur er foldin Í Grønlandi hótta fakfeløg á heilsuøkinum við at steva landsmyndugleikunum, um starvsfólk verða drigin í løn, um tey verða smittað við koronu. Fyrr í vikuni sendi leiðslan í grønlendska sjálvstýrinum ein teldupost til starvsfólkini við boðum um, at tey kundu verða drigin í løn, um tey verða smittað av koronu uttan fyri Grønland. Í teldupostinum stendur, at tað er grovt ósketni at ferðast uttanlands í løtuni. Hetta hevur fingið øði í samtakið hjá heilsustarvsfólkunum, PPK, sum hóttir við at fara í rættin, um starvsfólkini verða drigin í løn. Sjúka er sjúka, og teir av okkara limum, sum hava rætt til løn undir sjúku, hava eisini rætt til løn, sama um hendan sjúkan hevur samband við Covid 19, sigur formaðurin í PPK, Ken Jensen, í tíðindaskrivi. Heldur sjálvstýrið fast um, at starvsfólkini skulu missa løn undir koronasjúku, kann tað hava við sær, at samtakið fer í rættin við málinum. Partafelagið Eystur og Sandoyartunlar fær endaligu góðkenningina til nýggja Eysturoyartunnilin í dag, og hann letur upp fyri almennari ferðslu á middegi í morgin. Tann seinasta royndin í tunlinum var í gjár. Tað vísti seg, at trupulleikar vóru millum gomlu samskiftiskipanina og ta nýggju, sum júst er tikin í brúk. Teitur Samuelsen, stjóri í tunnilsfelagnum, sigur, at hetta ávirkar ikki ætlanina at lata tunnilin upp í morgin sum ætlað, og tað verður trygt at koyra í tunlinum, sigur hann. Eitt nú verður 20 krónur dýrari at koyra við bussi millum Havnina og Klaksvík, tá koyrt verður í tunlinum. Ferðaseðlaprísurin hækkar úr 90 upp í 110 krónur. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum, har Dánjal Pauli Davidsen, samferðsluleiðari á Strandferðsluni, greiðir frá nýggju ferðaætlanini. Nólsoyingar krevja, at tað beinan vegin verður farið at bygga nýggja og hóskandi ferju til farleiðina um Nólsoyarfjørð. Samstundis skal farleiðin tryggjast alt fyri eitt. Tað fekk Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum, at vita frá nólsoyingum í morgun, tá teir handaðu landsstýrismanninum mótmælisskriv við 700 undirskriftum. Sagt verður í mótmælisskrivinum, at seinastu vikurnar hava fólk í Nólsoy livað í einari ótolandi óvissu, tí tey vita ikki, nær tey sleppa til arbeiðis um morgunin, og nær tey sleppa til hús aftur. Samferðslan millum Havnina og Nólsoy er okkara lívsæðr, og vit hava grundlagt okkara privata lív og arbeiðslív á hesa samferðslu. Og nú krevja vit, at okkurt munagott verður gjørt beinan vegin, stendur í mótmælisskrivinum, sum varð handað landsstýrismanninum í morgun. Til ber at hoyra útvarp í Eysturoyartunlinum, og hevur tú hug til at hoyra nakað annað enn vanligu útvarpsrásirnar, so ber til at hoyra verk, sum Jens L. Thomsen hevur skrivað til ferðina undir havinum. Ætlanin við hesari ljóðmynd er, at tú kanst hoyra nakað, sum tú ikki skalt taka støðu til, og hon kann bjóða tær nakað annað enn hinar rásirnar, sum bjóða tíðindi, samrøður ella tónleik, sigur Jens L. Thomsen. Upprunaliga ætlanin var, at verkið skuldi spælast í hátalarum á upplatingardegnum, meðan fólk gingu gjøgnum tunnilin, men orsakað av korona mátti hugsast øðrvísi, og tí endaði tað heila við, at verkið verður at hoyra á FM 97 Mhz í staðin. Hesa broyting er Jens glaður fyri, tí hetta merkir, at verkið fær longri livitíð, enn bert henda eina dagin. Eitt felag, sum Magn og onnur ætla at stovna, fekk 2.oktober í fjør loyvi frá Elveitingareftirlitinum at seta upp seks myllur í Flatnahaga Tá hann hevði tikið ímóti teimum 700 undirskriftunum frá nólsoyingunum, sum mótmæla ferðasambandinum um Nólsoyarfjørð, segði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, at arbeitt verður bæði við einari stutttíðarloysn fyri Nólsoyarleiðina og eini heildarætlan fyri Strandferðsluna. Tá koyrandi verður í Sandoyartunlinum í 2023, verður Teistin tøkur, men hann kann ikki brúkast á Nólsoyarfarleiðini, tí hann er ov stórur til havnina í Nólsoy. Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, nú bíðilistin til Barnapsykiatriina er longdur munandi seinasta árið. Landsstýrismaðurin í heilsumálum vónar, at hetta kann hjálpa til at stytta bíðitíðina at sleppa framat hjá Barna og ungdómspsykiatriini. Vit hoyra Páll Danielsen lesa úr Mín jólabók 2015 Tá ið jólaskipið sakk, sum Høgni Mohr skrivaði. Jensina Olsen lesur Ein vættur, sum Astrid Lindgren skrivaði. Í gjárkvøldið fekk Sjóbjargingarstøðin í Havn boð um, at ein maður á einum russkiskum skipi var sjúkur, møguliga hevði hann koronu. Kringvarpið fer at senda beinleiðis frá hátíðarhaldinum við rundkoyringina í Eysturoyartunlinum í morgin, tá tunnilin verður latin upp fyri ferðslu. Har verða røður og hornblástur. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum, klippir snórin, og á middegi klokkan 12 verður tunnilin latin upp fyri almennari ferðslu. Tað er ymiskt, hvussu nógvir mans eru umboð á hvørjum skipi. Okkurt skip hevur fingið 42 pakkar, meðan har, sum fæstir fóru umborð, fóru fýra pakkar. Eysturoyartunnilin letur upp í morgin, og í dag varð tunnilin endaliga avhendaður tunnilsfelagnum. Klokkan 11.00 fyrrapartin í morgin er hátíðarhald fyri innbodnum. Krinvarpið sendir frá hátíðarhaldinum, bæði í útvarpi og sjónvarpi. Vit byrja at senda klokkan 10.30. Eftir at Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í tunnilsmálum, hevur klipt snórin, ber til hjá øllum at koyra gjøgnum tunnilin tað verður klokkan12. Farleiðin til Nólsoyar hevur í seinastu ikki verið nøktandi. Ternan er á beding og fer ikki aftur í sigling fyrr enn um tveir mánaðir. Jósup er ikki egnaður á hávetri, halda nólsoyingar. Avloysaraskipið Erla Kongsdóttir er tikin úr sigling, eftir at tveir rútar brotnaðu. Og so hevði farmaskipið Hasfjord maskintrupulleikar og steðgaði upp í Nólsoyarfirði. Tí hevur Vigdis Bjarnadóttir saman við øðrum tikið stig til at savna undirskriftir, ið fyrrapartin vórðu handaðar Jørgeni Niclassen, landsstýrismanni í samferðslumálum. Ein føroyingur situr í hesum døgum isoleraður, 24 tímar um samdøgrið, í einum donskum fongsli. Einasta samband við umheimin er ein tími um dagin, einsamællur í einum garði, har hann kann roykja tvær sigarettir. Maðurin hevur stríðst alt sítt lív, millum annað við ADHD. Hann er ein av fleiri ungum við samansettum avbjóðingum, sum detta niðurímillum bæði í Føroyum og Danmark. Nú biðja foreldrini um hjálp. Hjúnini Rakul og Ásmundur Gudjónsson stúra fyri fongsulsdómda soninum, sum hevur sitið í isolatión 37 dagar. Tey biðja nú myndugleikarnar um hjálp. Tey hava sent bræv til politikarar og ymsar myndugleikar í Føroyum og Danmark. Tey biðja um menniskjalig kor og eina framtíð fyri teirra son, tá hann hevur sitið dómin. Væl at merkja eina framtíð, sum kann vera í Føroyum. Síðst í innslagnum er kjak í sjónvarpsstovuni millum Michael Boolsen, fúta, og Christian Andreasen, advokat og formann í Rættarnevndini hjá løgtinginum. Sjóneykan hevur í longri tíð hevur verið á ljóðdálking, eitt nú varð áhugafelagið Heimafriður stovnað, fyri at gera vart við larmin, sum kemur frá ávísum skipum og havnaløgum. Landssýrismaðurin í Umhvørvis og Vinnumálum hevur orðað eitt uppskot til kunngerð um at basa óljóði frá skipum sum liggja við bryggju. Hetta skal millum annað gerast við at áseta markvirði fyri larm á havnaløgum. Uppskotið hevur signalvirði, heldur Rúna Sivertsen, íbúgvi í Ánunum, men har eru eisini lýtir. Men borgarstjórin í Runavíkar Kommunu undrast, tí nú er leisturin funnin av landsins myndugleikum, men kommunurnar eru ikki tiknar við uppá ráð. 50 ára gamli Øssur Johannesen hevur í nógv ár verið marglistafólk, málað myndir, skrivað og komponerað og spælt tónleik. Í hesum døgum letur hann úr hondum nýggja útgávu, har hann syngur yrkingar eftir Regin Dahl, Alexander Kristiansen og aðrar. Øssur sigur, hetta er 100 improviserað . Vikuskiftissendingin gjørdi telefonprát við listamannin. Hoyr eisini eitt lag av fløguni. Kirstin Hammer eigur og rekur saman við manninum Gómagott í Steinatúni í Havn. Er tað nakað, sum hoyrir jólunum til, er tað sjokoláta. Kirstin greiðir frá virkseminum hjá Gómagott. Eisini gevur hon góð ráð um, hvussu man handfer sjokolátu, tá ið man ger konfekt heima við hús. Vikuskiftissendingin vitjaði í Steinatúni. Sí myndarøð niðanfyri. Jan Restorff flutti til Danmarkar í 1986. Har hevur hann starvast á fleiri matstovum, tey seinastu 20 árini í Søllerød Kro, har hann er matstovuleiðari. Jan hevur gott skil á víni tað er hansara hobby , sigur hann sjálvur. Vikuskiftisendingin ringdi til Jan Restorff fyri at fáa góð ráð um, hvat slag av dessertvíni riggar til sjokolátu. Søllerød Kro er stongd vegna korona, og tí er matstovuleiðarin komin til Føroya fyri fyrstu ferð í 20 ár at halda jól saman við mammu síni og beiggjanum Martini Restorff, sum er stjóri á Hotel Hilton Garden Inn. Hoyr innslagið her. Eysturoyartunnilin letur upp í dag bert fyri innbodnum, orsakað av óttanum fyri koronu. Men ein møguleiki er fyri einum almennum tiltaki, tá ið Tórshavnar maraton verður hildið seinni í ár. Tað sigur Teitur Samuelsen í innslagnum. Eysturoyartunnilin letur upp fyri almennari ferðslu á middegi í dag. Ein tíma frammanundan, klokkan 11, verður skipað fyri hátíðarhaldi fyri innboðin við rundkoyringina í tunlinum. Har verða hornblástur og røður hildnar. Millum røðararnar verða Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum, Tróndur Patursson, listamaður, sum greiðir frá listaverkinum í rundkoyringini, og Bergur Poulsen, nevndarformaður í partafelagnum Eysturoyar og Sandoyartunlar. Eyðun Eliasen fer at greiða frá arkitekturinum í sambandi við portalar og ljósseting, og Jens L. Thomsen fer at greiða frá ljóðmyndini, sum verður at hoyra í tunlinum. Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og borgarstjórarnir í kommununum við Skálafjørðin, Tórbjørn Jacobsen, Artur Johansen og Johannes Danielsen fara eisini at halda røðu. Hátíðarhaldið verður sent bæði í útvarpinum og sjónvarpinum. Hátíðarhaldið við rundkoyringina endar við, at Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, slippir snórin og verður tann fyrsti at koyra í tunlinum, eftir at hann er tikin alment í nýtslu. Á middegi klokkan 12 letur Eysturoyartunnilin upp fyri almennari ferðslu. Seinastu dagarnar eru ymsar royndir gjørdar í tunlinum, og tær hava eydnast væl. Tað verður ókeypis at koyra í tunlinum til nýggjárs. Eysturoyartunnilin knýtir Skálafjørðin og Havnina saman við einum undirsjóvartunli, ið tilsamans verður góðar 11 kilometrar langur. Tunnilin fer at stytta farleiðina millum Tórshavn og Runavik Strendur úr 55 kilometrum niður í 17 kilometrar. Koyritíðin, sum nú er 64 minuttir, verður stytt niður í 16 minuttir. Úr Tórshavn til Klaksvíkar verður koyritíðin stytt úr 68 minuttum niður í 36 minuttir. Ein annar persónur fekk staðfest smittuna við einari kanning seks dagar eftir, at viðkomandi var komin til Føroya úr útlondum. Tann triði smittutilburður hevur samband við persónin, ið varð staðfestur á sætta dags kanningini. Í løtuni er óvist, hvussu tveir persónar hava fingið smittuna. Allir fimm persónarnir eru avbyrgdir, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina. Tilsamans hava nú 539 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 516 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 23 persónar smittaðir í løtuni. Tim Severin doyði í gjár, 80 ára gamal. Tim Severin gjørdist kendur um okkara leiðir fyri túrin tvørturum hav í 1976 1977, í sambandi við at hann vildi prógva, at St. Brandan kundi rógva tvørturum hav við opnum báti í 6. øld. Tróndur Patursson fylgdi honum eitt petti av leiðini í írskum húðabáti, bygdur til endamálið. Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnseon, kallaði í gjár inn stjórnina til skundfund fyri at tosa um, hvussu nýggja mutatiónin av koronuvirusinum skal handfarast. Reuters skrivar, at stjórnin í Bretlandi umhugsar nýggj smittuverjutiltøk, millum annað forboð móti at ferðast millum partar av landinum. Seks tilburðir eru partur av smittuketu, sum Landslæknin fylgir. Í løtuni er óvist, hvussu tann eini persónurin hevur fingið smittuna. Allir sjey persónarnir eru avbyrgdir, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina. Tilsamans hava nú 546 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 518 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 28 persónar smittaðir í løtuni. Føroyingar, sum skulu til Noregs og vilja sleppa undan sóttarhaldi, mugu avstað í dag, sigur Johanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi. Jákup Petur Eliassen og hinir súkklararnir vistu væl, at tað ikki er loyvt at súkkla í Eysturoyartunlinum. Men teir fóru kortini túrin. Ein orsøk var forvitni, men ein onnur orsøk var, at teir fegnir vilja hava kjak í lag um møguleikan at súkkla í tunlinum. Jákup Petur Eliassen ásannar, at tað er ein ávísur vandi við at súkkla í tunlum, men hann vísir samstundis á, at tað kann vera tryggari at súkla í einum tunli enn úti á vegnum. Tað er longdin á Eysturoyartunlinum, sum ger, at tað ikki er loyvt at súkkla í tunlinum. Tað sigur Teitur Samuelsen, stjóri í tunnilsfelagnum. Korona er staðfest á Landssjúkrahúsinum. Ein sjúklingur og eitt starvsfólk eru smittað. Øll trý sjúkrahúsini eru nú stongd fyri vitjandi. Men í heilt serligum førum ber tó til at gera avtalu um at vitja ússaligar sjúklingar. Tað sigur Steinar Eirikstoft, forstjóri í Sjúkrahúsverki Føroya Dennis Holm, sum fekk nógv flestar atkvøður, 165, á valinum 10.november, er borgarstjóri. Men eftir nýggjár verður hann í minnilutanum í býráðnum. Vinnunevndin hjá løgtinginum hevur fingið freist til 20.januar at koma við áliti um uppskotið hjá átta tinglimum úr andstøðuni um at javnseta møguleikan hjá samkyndum foreldrum at fáa barsilspening við møguleikan hjá hinskyndum. Vágs býráð hevur samtykt, at kommunan bjóðar Almannamálaráðnum og Almannaverkinum samstarv um barnaheimseind í Vági. Í brævinum um samstarv stendur, at í Vágs kommunu er nógv orka brúkt til at lofta ungdómum og fyribyrgja, at tey koma í avbjóðandi støður. Vit senda beinleiðis jólakonsert í Reinsaríinum. Tey, ið luttaka eru Marianna Winther Nagata sang , Jasmin Mote sang , Tamara Mneney sang , Dania O. Tausen sang , Katrina Olsen sang saxofon , Kristian Pauli Ellefsen Klaver , Harald Fonsdal Trummur , Bergur Fonsdal Bass , Oddur Joensen Guitar og Vinjar Egilsnes Petersen Synth . Boris Johnson, forsætisráðharri í Bretlandi, fer seinni í dag at halda kreppufund, nú Frakland fyribils hevur stongt markið til Bretland, eftir at ein nýggj virusmutatión av koronavirusi er funnin og ger um seg í Onglandi. Sambært BBC koyra umleið 10.000 lastbilar við farmi milum havnarbýin Dover í Bretlandi og franska havnarbýin Calais um dagin um jóltíðir. Skrivstovan hjá franska forsætisráðharranum boðaði í gjár frá, at næstu tvey samdøgrini skulu nýtast at gera nýggjar reglur í sambandi við kanningar. Hetta skal gerast í samstarvi við onnur ES lond. Ikki fyrr enn tað er gjørt, verður markið til Bretland latið upp aftur, skrivar DR. Fleiri lond hava steðgað allari flogferðslu úr Bretlandi. Teirra millum eru Holland, Írland, Belgia, Frakland, Italia, Svøríki, Finnland og Danmark. Sambært kunngerðini eru kommunulæknar og starvsfólk teirra, starvsfólk í læknavaktini, G1 á Landssjúkrahúsinum, skaðastovuni á Klaksvíkar sjúkrahúsi, skaðastovuni á Suðuroyar sjúkrahúsi, sjúkraflutningstænastuni, Koronudeildini, tey, sum gera potingar í sambandi við koronusmittu, heilsustarvsfólk og røktarstarvsfólk á røktarheimum og ellisheimum. Fæst ikki semja fyri nýggjár, sleppa Føroyar ikki at fiska í bretskum sjógvi eftir nýggjár, og bretar sleppa ikki í føroyskan sjógv. Fyri trimum árum síðani flutti Heiðrún til Føroya úr Norra. Síðani hevur hon broytt seg nógv, samstundis sum hon hevur funnið út av, at hennara klædnastílur ikki er nakað, man ofta sær her í Føroyum. Eg havi lagt merki til fleiri ymsar reaktiónir. Til dømis gomul fólk, sum halda mín stíl verða løgnan. Men eisini reaktiónir frá ungum fólki, ið dáma mín stíl og fáa íblástur frá honum. Eg fái íblástur frá øllum rundan um meg. Til dømis smáum mynstrum frá blómum ella vøkru fjøllunum við so nógvum ymsum detaljum. Sjálvandi fái eg eisini íblástur frá fólki bæði úti í verðini og her heima. So eg havi ikki eina ávísa keldu til íblástur, men ein heilan heim av íblástri Tað er sera ringt at velja, tí eg elski øll míni klæðir so nógv. Men um eg skal velja eitt, so er tað mín vakri guli kjóli, ið ger, at eg líkist eitt sindur einari hippie mammu frá hálvfjerðsunum. Man má bara royna ymiskt. Far í klæðir, sum gera teg glaða n og legg ikki í, hvat onnur halda. Óansæð hvat man fer í, so verða tað altíð fólk, sum ikki halda tað vera so feitt. Tá má man bara vera ein sjálvur og ikki fylgja restini av seyðafylginum, bara tí. Vágs kommuna bjóðar sær til at hýsa einum barnabústovni, um landstýrið ger av at byggja fleiri slíkar, í staðin fyri eitt barnaheim. Landsstýriskvinnan í almannamálum er sinnað at lurta, men hon fer ikki at taka støðu til staðsetingina, fyrr enn viðgerðin í løgtinginum er liðug. 30.000 bilar hava higartil koyrt í Eysturoyartunlinum. Tað vísir ein uppgerð, nú tvey samdøgur eru farin, síðani tunnilin læt upp. 18.000 bilar høvdu koyrt ígjøgnum, tá ið tunnilin hevði verið opin í 24 tímar, og nú hava 12.000 bilar aftrat koyrt í tunlinum, upplýsir Teitur Samuelsen, stjóri í partafelagnum Eystur og Sandoyartunlum. Mynd verður tikin av øllum bilum, tá ið teir koma inn í ein av teimum trimum tunnilsmunnunum í Rókini, á Strondum og á Hvítanesi. Tá ið bilurin fer úr tunnilsmunnanum, verður aftur ein mynd tikin, og tað verður skrásett sum ein túrur. Fleiri bilar hava koyrt í tunlinum, enn vit høvdu væntað. Alt hevur gingið væl, síðani tunnilin læt upp, men tá ið flest bilar vóru í tunlinum í senn, varð neyðugt at skrúva upp fyri ventilasjónini, sigur Teitur Samuelsen. Almannaverkið hevur avgjørt at flyta alt virksemið hjá Barnaheiminum úr hølunum í Argjaboðagøtu í aðrar bústaðir, sum Almannaverkið leigar til endamálið. Tað upplýsir Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna, í svari til Sirið Stenberg, løgtingskvinnu, sum hevur spurt um umstøðurnar á Barnaheiminum. Landsstýriskvinnan sigur, at til tess at bøta um fysisku karmarnar, arbeiðir Almannaverkið áhaldandi við at finna hóskandi høli, og hevur seinastu tíðina leigað fleiri hús, fyri at fáa smærri bólkar av børnum, og harvið betri at kunna skipað arbeiðið eftir tørvinum hjá einstaka barninum. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir sigur, at avgerðina um at byggja fleiri barnabústovnur, heldur enn at savna alt virksemið á einum stað, hevur hon tikið í samstarvi við fakkunnleikan á økinum, sum Almannaverkið umsitur. Tilgongdin er ikki byrjað enn, men tá komið er longur við ætlanini, verða allir viðkomandi partar, eisini kommunalu myndugleikarnir, tiknir við í arbeiðið, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir. Tøl frá grønlendsku hagstovuni, sum Sermitsiaq endurgevur, vísa, at í fjør kostaðu donsku stovnarnir slakar 1,4 milliardir krónur at reka. Raksturin dýrkaði umleið 14 prosent frá 2018 til 2019. Arktisk kommando, Sirius patrúljan og tilbúgvingarstýrið kostaðu 261 milliónir krónur í 2019, vísa tølini hjá grønlendsku hagstovuni. Forkvinnan í ES nevndini, Ursula von der Leyen, sigur, at ES nevndin fer ikki at leggjast á boðini, og fer at taka støðu til góðkenningina longu í kvøld. Ísland og ES hava avtalað, at Ísland eisini fær part av fyrstu koppingarevnunum, tá tey vera góðkend í ES, og von der Leyen vissaði íslendska forsætisráðharran um, at ES stendur við avtaluna, eftir at óvissa brádliga tók seg upp um málið herfyri. Heilsumálaráðið segði í síðstu viku, at Føroyar fáa góðar 4.700 skamtar av koppingarevninum í fyrstu atløgu, og at tey fyrstu verða koppsett millum jóla og nýggjárs. Higartil hevur tað kostað landinum og sjúkrahúsverkinum knappar 29 milliónir krónur at lata privatar fyritøkur taka sær av koronukanningum og greiningum. Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, sigur verða væl nøgdan við samstarvið higartil, eisini við prísin, sum er 390 krónur fyri hvørja kanning. Kanningararbeiðið var ikki boðið út í hesum umfari, men Kaj Leo Holm Johannesen útilokar ikki, at verður tað neyðugt seinni, verða aðrir møguleikar eisini kannaðir. Tá Føroyar á sumri 1988 loksins fáa FIFA limaskapin váttaðan, er eitt fimtan ára langt stríð vunnið. Men nú kyknar upp annað innanhýsis stríð um limaskapin. Brátt sæst, at verri enn so øll halda, at Føroyar skulu fara upp í altjóða fótbólt. Meirilutin tykist at halda, at vit eiga fyri fyrst at vera hvílandi limir. Eingin føroyskur venjari er heldur fúsur at stjórna landsliðnum í einari EM kapping. Men ein íslendingur er til dystin fús. Sama eru spælararnir. Byrjanin við nýggjum venjara er góð, og sannførandi avrikið á oyggjaleikunum í Føroyum á sumri 1989 gevur mongum áræði at seta sær hægri mál. Men tá UEFA á heysti 1989 sendir FSF innbjóðing til EM undankappingina, mælir aðalfundurin starvsnevndini til ikki at taka av. Men starvsnevndin gongur ímóti tilmælinum frá aðalfundinum, og meldar Føroyar upp í EM undankappingina fyri A landslið. Summi øtast og geva ilt av sær, og skíra avgerðina at vera skammleysa hugmóð. Nú byrja drúgvu fyrireikingarnar hjá Páll Guðlaugsson, venjara, og hansara spælarum til møtimiklu avbjóðingina um heystið 1990, tá tveir teir fyrstu dystirnir í undankappingini skulu spælast móti Eysturríki í Landskrona 12. september, og 10. oktober í Ítróttarparkini í Keypmannahavn móti Danmark. Lagt til rættis Suni Merkistein Fotografur og klippari Jónfinn Stenberg Í dag varð endaliga staðfest, at Sverri Sandberg Nielsen er tikin út til OL hópin hjá Danmark. Tað kemur ikki óvart á, og nú er málið at vinna heiðursmerki í Japan. Eg vóni, at eg kann kappast um medaljurnar, men eg taki einki sum givið, sigur Sverri Sandberg Nielsen. Evropeiski heilivágsstovnurin, EMA, hevur í dag góðkent koronakoppingarevnið frá fyritøkunum Pfizer og BionTech. ES Nevndin fer eisini í kvøld formliga at góðkenna koppingarevnið. Góðkenningin merkir, at flestu londini í Evropa fara at koppseta fólk móti korona 3. jóladag, sum ætlað. Koppsetingin fyri koronu verður í Føroyum beint eftir jól tann 27. desember. Fyrst fáa heilsustarvsfólk og røktarstarvsfólk koppsetingina í boði, og síðani verður í stigum fara víðari í samfelagnum. Spyr.fo hevur í dag eina kanning fyri Kringvarpið, har tey hava spurt fólk um áhugan fyri at lata seg koppseta. Tey hava spurt 500 fólk í øllum aldursbólkum í øllum landinum, um tey ætla at lata seg koppseta. Úrslitið av spurnarkanningini er, at góð 63 prosent ella tveir triðingar av teimum spurdu siga seg fara at lata seg koppseta fyri koronu, tá tey fáa tað í boði. Góð 11 prosent siga nei, og góð 25 prosent ivast. Hyggja vit at aldursbýtinum, so eru tað serliga tey millum 60 og 80 ár, ið eru áhugað at fáa koppsetingina. Í aldursbólkinum millum 30 og 44 ár finna vit tey mest ivasomu. Tað er einki at óttast. Tað sigur Bjarni á Steig, yvirlækni. Hann vísir á, at koppingarevnini eru væl kannað frammanundan, og hann ivast ikki í at taka tað sjálvur. Somuleiðis vísir hann á, at myndugleikarnir fara at kunna meira um koppsetingarevnið komandi tíðina. Amnesty International Føroya Deild skrivar í seinastu hoyringini um mannarættindi, at tey hava fingið fleiri frágreiðingar um, at føroyingar, sum sita í Danmark, verða settir í revsikliva , sum disciplinær revsing. Hetta merkir, at viðkomandi verður settur í avbyrging í 23 tímar um døgnið í fleiri enn 14 dagar. Orsøkin er sum oftast, at viðkomandi hevur forbrotið seg inn á onkra reglu í fongslinum. Júst Danmark er fyri lemjandi atfinningum frá Torturnevndini í Evroparáðnum í frágreiðing frá januar í ár, har nevndin millum annað vísir á, at talið av fangum, sum verða settir í avbyrging í upp í fýra vikur, er vaksandi, hóast vit hava eitt altjóða viðurkent mark, sum sigur, at 14 dagar er markið fyri, hvussu leingi ein persónur kann sita avbyrgdur. Løgmaður tekur undir við Amnesty, sum sigur, at umstøðurnar ikki eru nøktandi. Hann vísir á, at føroyskir myndugleikar í januar fara at hitta danskar myndugleikar um støðuna. Jólatónleikurin, sum verður spældur í útvarpinum, er ofta hátíðarligur ella sukursøtur. Men tað finst eisini nógvur øðrvísi og spikahamrandi feitur jólatónleikur. Sambært umsitingarætlanini kunnu fiskidagarnir antin vera fimm prosent fleiri ella fimm prosent færri. Teir kunnu eisini vera óbroyttir. Umsitingarætlanin verður væntandi send til ICES til eftirmetingar í 2021, sigur Havstovan. Tá ið ICES hevur mett umsitingarætlanina at vera burðardygga, fer ICES at ráðgeva sambært henni í framtíðini. Júst í ár er ósamsvar millum ráðgevingina hjá Havstovuni og ICES, tí Havstovan hevur nýtt fyribils umsitingarætlanina sum grundarlag. Havstovan mælir aftur hesaferð til, at Havstovan og Fiskimálaráðið samskifta um, hvussu royndarfiskiskapurin á Føroyabanka kann halda fram undir neyvum eftirliti. Í løtuni eitur báturin Tanum. Hann varð keyptur úr Svøríki fyri tveimum árum síðani, og kom í tilbúgving fyri nøkrum vikum síðani. Sølan av virkseminum í Danmark er treytað av góðkenning frá Fíggjareftirlitinum og kappingarmyndugleikunum, og verður væntandi framd 1. mars næsta ár. Um ein mánað lækkar peningastovnurin markið úr 250.000 krónum niður í 100.000 krónur fyri at gjalda negativa rentu. Negativ renta verður goldin av upphæddini, sum er oman fyri 100.000 krónur. Broytingarnar verða gjørdar fyri at betra um og tillaga raksturin til lágu rentuna og herdu kapitalkrøvini til peningastovnarnar, sigur Suðuroyar sparikassi í tíðindaskrivi. Fíggjareftirlitið staðfesti, at Suðuroyar sparikassi skal nýta størri orku til váða og complianceøkið, betra um mannagongdir og nágreina starvsskipanir og stýringina á kredittøkinum. Fíggjareftirlitið hækkaði solvenstørvin hjá Suðuroyar sparikassa við 0,65 stigum, upp í 11,2 stig, og kravdi, at sparikassin skuldi niðurskriva 1,4 milliónur krónur. Niðurskrivingarnar vórðu longdu gjørdar í triðja ársfjórðingi í ár. Sparikassin hevur eisini sett tiltøk í verk fyri at betra um grundraksturin, soleiðis at eginognin veksur til 2025, tá ið øll kapitalkrøv eru komin í gildi. Sparikassin fekk boð um at tryggja sær, at samsvar er millum útlánsrentur og kredittváða. Útlánsrenturnar fyri vinnukundar og tænastugjøldini verða soleiðis tillagaði 21. januar 2021, skrivar sparikassin. Ætla tit at hugna tykkum við at gera søtmeti til jóla, so kunnu tit her hoyra hvussu tað gekk, tá Arina og Poul hjálptu okkum við at gera Rocky Road, Bounty kúlur og ananas í myrkari sjokolátu. Børnunum dámdu sera væl at gera søtmeti og ikki minst at eta tað aftaná. Miðnáttarsangbólkurin, sum var virkin frá fyrst í 70unum og frameftir, var skipaður fyrst og fremst, tí at miðnáttarsamkomur vóru hildnar um hetta mundið í kjallaranum í Berøa í Saltangará. Bólkurin læt tvey kassettubond úr hondum í ávikavist 1973 og 1977. Nú eru gomlu upptøkurnar savnaðar í nýggju tvífløguni, Skjótt rennur tíðarinnar skeið. Morgunsendingin skiftir orð við Jóannes Símunarson Hansen, sum sjálvur hevur verið virkin í bólkinum øll hesi 47 árini, síðani hann var settur á stovn. Spar Nord hevur keypt 3,7 milliardir krónur í útláni, 5,8 milliardir krónur í innláni, 11,1 milliardir krónur í realkredittlánum, sum BankNordik hevur latið fyri Totalkredit, og 4,8 milliardir krónur í virðisbrævagoymslu, skrivar Ritzau Finans. Kommunuarnar skulu skipast øðrvísi úr 29 kommunum niður í fýra kommunur, halda nakrir av størstu høvdingunum í landinum, sum aftur á kommunuvalinum hesaferð fingu størst undirtøku frá veljarunum. Á skránni er Havnargenta kvøður, ung í Tjørnuvík, Ragnhild Heinesen, seinri Egholm, skipar. Absalons vísa, sumbingar, Albert Djurhuus skipar. Mimirtáttur, Eysturoyar Dansifelag, Katrina Hansen skipar. Bøhmerlandsdrotningin, Dansifelag Kaggans, Katrin Johansen skipar. Silvurlín, Dansifelagið í Havn, Fía Lindenskov skipar. Rudisarvísa, Tøkum Lætt, Símun Hansen skipae. Fípan Fagra, Dansifelagið í Havn, Niels á Velbastað skipar. Dvørgamoy I, Dansifelagið á Látrinum, Hjalmar Kollslíð skipar. Kong Sverke, Eyðun Mohr Viderø, Leikum Fagurt. Veðratátturin, Ólavur Syderbø, Klaksvíkar Dansifelag. Tað er eingin ivi um, at tað verður alsamt torførari at reka ein so lítlan banka sum Suðuroyar sparikassa, sigur stjórin, Søren Bruun. Hann sigur, at hann saman við Strandferðsluni legði eina nýggja ferðaætlan, men tað er ikki hon, sum er lýst á heimasíðuni hjá Strandferðsluni. Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi, sigur, at tveir triðingar av teimum ferðandi koma heim at halda jól, og ein triðingur fer av landinum. Vælkomin til Antigram. Í dag seta vit hol á røðina við at tosa um Instagram sum heild. Við mær havi eg trý vinfólk Armgarð, Julia Carlsson og Rókur Herup Olsen, sum saman við mær fara at tosa um likes, redigering og teir snetigu privatu brúkararnar á Instagram. Setið tykkum væl til rættis og gerið tykkum til reiðar, tí nú byrjar ein nýggj og frísk, føroysk poddvarpsrøð. Ein teirra kom úr útlondum, og fekk staðfest smittuna tríggjar dagar eftir at vera komin til landið. Ein er partur av smittuketu, sum landslæknin fylgir, og triði persónurin býr í Føroyum, men enn er ógreitt, hvar viðkomandi er smittaður. Hetta hevur nevndin avgjørt í dag, eftir at flestu lond í Evropa og onnur við hava steðgað allari samferðslu til Bretlands, nú ein nýggj mutation av Covid 19 er staðfest í Bretlandi, sum smittar sera illa. Nógv ferðafólk er fangað í Bretlandi og sleppa ikki heim, og haraftrat sleppa túsundtals vørubilar ikki til Bretlands og úr Bretlandi. Reuters skrivar, at ES nevndin nú mælir til at fáa gongd á vøruflutningin aftur, men framvegis verður mælt frá allari óneyðugari ferðing til Bretlands. Samstundis mælir ES nevndin limalondunum til, at fólk, sum koma úr Bretlandi, skulu kannast fyri koronu og í 10 daga sóttarhald. Lastbilførarar og heilsustarvsfólk eru undantikin. FIFA er komin fram á illgrunaverdar fíggjarligar umstøður í sambandi við stovnanina av fótbóltssavninum hjá FIFA í Z rich. Fótbóltssavnið endaði við at kosta FIFA eina hálva milliard sveisiskar frankar, sum eru 3,4 milliardir krónur í okkara peningi. FIFA sigur, at gamla leiðslan við Blatter á odda brúkti 140 milliónir sveisiskar frankar til at umvæla ein gamlan skrivstovubygning frá 1970 unum, sum FIFA hvørki átti ella eigur. Samstundis vórðu 34 leiguíbúðir gjørdar í bygninginum. Harumframt hevur FIFA, meðan Blatter ráddi fyri borgum, bundið seg til eina sera dýra leiguavtalu við tryggingarfyritøkuna, Swiss Life, sum eigur bygningin. Sepp Blatter, sum í dag er 84 ára gamal, var forseti í FIFA frá 1998 til 2015. Sum partur av eini korrupsjónsgølu varð Blatter í 2015 dømdur í karantenu frá øllum fótbóltsvirksemi í átta ár. Russiska trygdartænastan, FSB, varð lumpað, tá andstøðingurin, Aleksej Navalnyj, ringdi til ein av agentunum, sum royndi at drepa seg. Navalnyj ringdi til FSB agentin, Konstantin Kudrjavstev, og gav seg út fyri at vera ein annar. Har fekk hann váttað, at FSB hevði roynt at eitrað seg. Talsmaður hjá russisku stjórnini, Dmitry Peskov, vísti aftur frásøgnin hjá Navalny, í heldur óvanligari og hvassorðaðari viðmerking, skrivar The Guardian. Hann segði í dag, at tað er púra greitt, at Navalny hevur eltingarørsku, at hann er vísur í at onkur er eftir sær. Peskov segði eisini, at Navalny roynir at samanbera seg við Jesus, og at hann hevur eina Freudiska fasinatión av sínum undirlívið. Vit hoyra um jólaboðskapin, um einglar, jólaevangeliið, brot úr barnakonsertini hjá Føroya Symfoniorkestri og um tey í Mórugøtu 8. Fyrsta sendingin við skamtum av koppingarevnum fyri koronu kemur væntandi á jólum. Men í sendingin eru einans millum 80 og 100 skamtur. Á tíðidafundi boðaði Heilsumálaráðið herfyri frá, at vit fóru at fáa fýra túsund skamtur. Ráðgevin hjá Heilsumálaráðnum er kortini bjartskygdur og væntar, at koppingarætlanin fyri Føroyar heldur sum ætlað Koyrir tú ígjøgnum Eysturoyartunnilin og hevur hald til ein av hinum tunlunum, so verður eitt hald sjálvvirkið teknað til Eysturoyartunnilin. Tú skalt rinda 200 krónur fyri hesa tænastu, sum tú ikki hevur biðið um. Tað er ikki í lagi sambært løgfrøðingi. Bøkur og leikur ganga sum heitt breyð, nú jólini nærkast. Á Posta hava tey úr at gera við vanligum posti og brøvum til jólamannin, og børnini ynska sær nógv ymiskt, alt frá dinosaurum til prumpipútur. Í seinastu nevndini hjá Fíggingargrunninum vóru Katrin Thorsvig Hansen, Arne Poulsen, Atli Suni Leo, Eli Christiansen og Helga á Borg. Sambært Als stýrinum er fíggjarstøðan hjá Als nú so góð, at skipanin klárar eitt arbeiðsloysi, sum er átta prosent í 12 samfeld ár. Upprunaligi gálgin varð reistur í 1615 dagin eftir stóra sjóbardagan millum danska admiralin Jørgen Daa á odda og bretsku sjórænararnar hjá Tucker kapteini. Men árið eftir, tá Jørgen Daa vitjaði aftur í Vestmanna, varð gálgin horvin. Fýra vestmenningar skuldi standa skúlarætt fyri myndugleikunum í Havn. Gálgin, sum skal vera klárur at taka ímóti fyrstu ferðafólkunum í summar, er mettur at kosta 24.000 krónur. Visit Faroe Islands jevur játtað at rinda helvtina. Kvívíkar kommuna hevur keypt góðar 11.200 fermetrar av jørð frá Búnaðarstovuni fyri eina millión krónur, ella fyri 89 krónur fermeturin. Samstundis gjørdi stýrið av, at fæið skuldi latast Kvinnuhúsinum, hvørs endamál samsvarar væl við endamálið hjá grunninum. Grunnaeftirlitið hevur nú góðkent, at tað verður gjørt. Fjallið, eisini í Vestmanna, er nummar tvey við 143 harum og seks túrum, og síðani kemur Norðurtriðingur, uttanfyri Ánna í Sørvági við 130 harum og sjey túrum Í seinasta lagi 23. mars næsta ár verður aftur tjóðartingsval í Ísrael. Tað er fjórða valið seinastu tvey árini skrivar Jerusalem Post. Hetta er greitt, eftir at Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri, og samstarvsfelagin, Benny Gantz, ikki kundu semjast um fíggjarlógina. Andstøðan kravdi fyrr í mánaðinum nýval, og fekk stuðul frá einum av stjórnarflokkunum, Blátt og hvítt, sum Benny Gantz stendur á odda fyri. Tað var ikki gamalt, at politikarar og fiskifrøðingar draga eina línu. Nú er komin ein nýggj tíð, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður. Línuskip yvir 110 tons fáa 2.098 fiskidagar, útróðrarbátar í bólki 4, sum eru millum 15 og 110 tons, fáa 2.304 dagar, trolbátarnir fáa 1.505 dagar, og bólkur 5, útróðrarbátar undir 15 tons, fáa 8.435 fiskidagar. Rapparin Arif hevur játtað at spæla eina konsert, hann ikki veit nakað um frammanundan. Programmleiðarin Christine Dancke hevur í stillum bjóðað Unge Ferrari, vinum og fjepparum til eina ógloymandi konsertuppliving. Broadcast Company NRK Í HAIK eru størstu norsku artistarnir á ferð. Hesaferð hevur Arif lagt lívið í hendurnar á Christine Dancke, programmleiðara, í ein dag. Tey fara biltúr og uppliva mangt á leiðini. Málið fyri ferðina er ein loynilig konsert. Broadcast Company NRK Linjohn Christiansen heldur fram sum borgarstjóri í Skálavíkar kommunu. Tað er greitt, nú bygdarráðið í Skálavík hevur skipað seg. Orsøkin er, at sjúklingahotellið fyri seks vikum síðani herdi reglurnar eitt nú við kravi um at vera í munnbindi inni og við at avmarka matartíðirnar. Mett verður ikki, at tað er neyðugt at seta seg í samband við tey, sum seinastu dagarnar eru útskrivað av sjúklingahotellinum og eru farin til Føroya at halda jól. Hetta tí at øll ferðafólk, sum koma til Føroya, í forvegin skulu kannast í Vágum, umframt at tey skulu halda seg heima í seks dagar, tá tey skulu kannast umaftur. Fá um nakar í Noregi býr so oyðið sum Per Edvard Johnsen. Hann er ein av teimum seinastu, sum livir næstan uttan undantak av tí, sum Finnmarksvidda gevur. Fisk, reindýr og moltuber. Kortini leitar hann framvegis eftir samiska mentanararvi sínum. Honum sum varð tikin frá honum, tá hann varð doyptur. Umleið 1000 skamtar av koppingarevni fyri koronasmittu koma til Føroya millum jóla og nýggjárs, og síðani kemur nýggj sending aðru hvørja viku. So hvørt, eitt fólk er koppsett, verður ein skamtur goymdur til næstu koppseting tríggjar vikur seinni, sigur Heilsumálaráðið, tí enn er stór óvissa um, hvussu nógvir skamtar koma. Miðilin R7, sum hevur boðað frá, at hann gevst á nýggjárinum, fekk knappar 200.000 krónur, tí miðlastuðulin verður latin út frá lønarútreiðslum og virksemi, sum hava verið. Gamla svimjihøllin í Vágs skúla, sum fostraði størstu føroysku svimjistjørnuna, Pál Joensen, verður nú bygd um til ein konsertsal. Tørvur er á einum sali í býnum, sum kann brúkast til konsertir, sjónleik, at vísa film í, fyrilestrar og morgunsang, sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vági. Í hesum sendingum siga fólk frá ymiskum, teimum hevur verið fyri í barna og unglingaárum í eini tíð, tá ið Føroyar vóru annað oyggjasamfelag, enn tær eru í dag. Av tí at fleiri av gerandishendingunum, sum sagt verður frá, fóru fram fyri nærum 100 árum síðani, er nógv bæði øðrvísi og hugtakandi at hoyra um. Frásøgufólk hesaferð er Elisabeth Restorff. Hetta er seinni partur Í hesum sendingum siga fólk frá ymiskum, teimum hevur verið fyri í barna og unglingaárum í eini tíð, tá ið Føroyar vóru annað oyggjasamfelag, enn tær eru í dag. Av tí at fleiri av gerandishendingunum, sum sagt verður frá, fóru fram fyri nærum 100 árum síðani, er nógv bæði øðrvísi og hugtakandi at hoyra um. Frásøgufólk hesaferð er Elisabeth Restorff. Hetta er fyrri partur Miðlastuðulsnevndin verður sett eftir tilmæli frá Búskapar og løgfrøðingafelagnum, Fróðskaparsetrinum og felagnum Føroysk Miðlafólk. Verkætlanin er farin av bakkastokki, og á sumri næsta ár fer nýggja bryggjaríið, sum verður á Hálsi í Havn at bryggja tær fyrstu ølirnar. Koppsetingin móti korona í Føroyum byrjar nakrar dagar seinni enn ætlað. Tað boðaði Heilsumálaráðið frá í dag. Landstýrismaðurin í heilsumálum fekk eitt tilmæli frá millum øðrum landsapotekaranum og landslæknanum um at bíða nakrar dagar aftrat heldur enn at fáa umleið 80 skamtar longu jóladag. Sunnukvøldið 14. desember 2009 fór flogfar hjá Atlantsflog yvir til Kirkenes í Norðurnoreg eftir 27 av manningini á Skálabergi. Skipið varð tikið av russiskum myndugleikum og hevur ligið í Murmansk síðan 18. november. Endiliga sluppu nakrir av monnunum heim. Á ferðini var upptøkulið og sálarfrøðingur. Í sendingini fylgja vit við í tilgongdini, sum er ókend í føroysku fiskivinnusøguni. Í sendingini eru eisini upptøkur, sum manningin hevur gjørt. Eisini verður farið 6 ár aftur í tíðina, tá Kringvarpið var við yviri í Kirkenes eftir Skálaberg, har hann er smíðaður. Lagt til rættis Zacharias Hammer. Kertustubbi hevur stundir at tosa frá klokkan 10.30 til klokkan 12 í dag, tí hann skal eisini hava stundir at kóka sær jólagreyt og ikki minst skal hann bera børnunum pakkarnar. Jólaaftan klokkan 17 verður jólagudstænasta send úr Dómkirkjuni í Havn. Ann Hermansdóttir prædikar. Gudstænastan verður send í útvarpinum og í sjónvarpinum. Midnáttarmessan úr Mariukirkjuni verður eisini send beinleiðis í útvarpinum. Jóladag verður sent beinleiðis, eisini úr Dómkirkjuni í Havn. Sendingin byrjar klokkan 10 30 og fyrsta hálva tíman spælir Havnar Hornorkestur. Gudstænasta byrjar klokkan 11 og tað er Jógvan Fríðriksson, biskupur, sum prædikar. Sent verður bæði í útvarpinum og sjónvarpinum. Endursending í sjónvarpinum er jóladag klokkan 16. Eygló Bjørg Jóhansdóttir, maður hennara, sum er føroyingur og bæði børnini sleppa ikki at halda jól heim. Tey halda í staðin jól hjá familju í aðari bygd. Útlendskir miðlar skrivar, at Bretland hevur gjørt handilssemjur við fleiri lond, sum koma í gildi, tá Bretland endaliga fer úr ES. Millum londini eru Mexico og Japan. Harafturat er Bretland í samráðingum við fleiri onnur lond so sum USA og Avstralia. Kemur eingin semja í lag við ES, verður stórur tollur lagdur á vørur í handilin millum londini frá fyrsta januar. Sum skilst, fer Bretland úr evropiska dómstólinum, og partarnir eru samdir um eina aðra skipan, har ósemjurnar millum partarnar kunnu loysast uttanfyri ES lóggávu. Nýggj fiskiveiðiavtala skal gerast og næstu fimm árini skal Bretland fáa størri ræði á egnum sjóøki. Fleiri fiskivinnulond í ES hava stúrt fyri avleiðingini av Brexit, tí vandi er fyri, at tey missa rættin at fiska í bretskum sjóøki. Alt bendir tó á, at lond sum Spania, Portugal og Danmark framhaldandi sleppa at fiska í bretskum øki, men tó verður nøgdin skerd. Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur fingið tilmæli frá Landssjúkrahúsinum um, hvussu tilbúgvingin skal skipast. Tað heldur leiðslan í fólkakirkjuni, sum eftir samskifti við læknafrøðiligan myndugleika hevur víðkað tilmæli, sum í fyrstu atløgu einans snúði seg um gudstænasturnar fram til jóla. Alt bendir á, at undirhúsið í bretska tjóðartinginum fer at atkvøða fyri brexit avtaluni, sum Stóra Bretland og ES í gjár gjørdu um framtíðar viðurskifti partanna millum. Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, sum hevur gjørt avtaluna, hevur meiriluta í tinginum, og formaðurin í andstøðuflokkinum, Labour, Keir Starmer, boðar frá, at flokkurin tekur undir við avtaluni, hóast hon, sambært floksformanninum, ikki er hin besta. Brexit avtalan, sum ES og Stóra Bretland eru vorðin samd um, fær avleiðingar fyri tey, sum fiska í bretskum sjógvi. Lagt er upp til, at fiskifólk úr ES londum skulu minka samlaða virði av tí, tey fiska í bretskum í sjógvi við einum fjórðingi yvir fimm ár, afturfyri at tey framvegis hava rættindi at fiska har. Sambært Boris Johnson, forsætisráðharra, ynskti Stóra Bretland at avhendingin skuldi henda yvir eitt trý ára skeið, meðan ES í byrjanini vildi leinja tíðarskeiðið til tíggju ár. Smittan merkir, at næstu tríggjar mánaðirnar er bann sett fyri at útflyta flogfenað og egg til lond, sum eru uttanfyri ES, skrivar Umhvørvis og matvøruráðharrin í Danmark í tíðindaskrivi. Fuglarkrímið hevur breitt seg í Vesturevropa seinastu mánaðirnar eftir at tað fór at ganga í Russlandi og Kasakhstan í summar, skrivar tíðindastovan. Italska farmaskipið, Frijsenborg, sum Smyril Line hevur leigað til farmasiglingina millum Danmark, Føroyar og Ísland, er á veg til Danmarkar. Anfinur Johansen er klokkari. Gudmund Mortensen er urguleikari. Ernst Remmel spælir trompet. Tórshavnar Kamarkór undir leiðslu av Berhardi Wilkonson syngur Sálmar nummar 107 Jólaklokkan aftur ringir. nummar 103 Tað sótu seyðamenn á vakt nummar 116 Himmalsins harpur tóna hátt nummar 123 Dýrasti Jesus nummar 95 Gleðilig jól Nógv útskeldaða vandaviðbótin, sum Pedagogfelagið ynskti til sínar limir í vár, er ikki í spæl, tá sáttmálasamráðingarnar halda fram eftir nýggjár. Formaðurin í Pedagogfelagið ásannar, at bæði arbeiðsgevarin og fleiri av hansara egnu limum ikki halda tað vera hóskandi at knýta vandaviðbót til hesar samráðingarnar. Veðrið var av tí ringasta hendan dagin, og mykinesfólk og bjargingarfólk úr Vágum løgdu nógv fyri fyri at koma ferðafólkunum til hjálpar. Sambært starvsfólkum hjá andstøðuleiðaranum, Alexey Navalny, er Sobol undir illgruna fyri at hava gjørt seg inn á frælsið hjá einum agenti hjá russisku trygdarløgregluni FSB, at hon skal hava framt harðskap ella at hava hótt við harðskapi. 33 ára gamla Sobol hevur arbeitt fyri anti mutur grunnin, FBK, hjá Navalny. Sobol hevur boðað frá, at hon fer at stilla upp til parlamentsvalið næsta ár, men at hon til dømis ikki slapp at stilla upp til lokalvalið í fjør. Longu mánadagin varð Sobol handtikin í nakrar tímar, tá hon, saman við nøkrum journalistum, vitjaði á bústaðnum hjá FSB agentinum, Konstantin Kurdjavtsev, og vildu hava hann at lata upp fyri teimum. Men Kurdjavtsev lat ikki upp. Kurdjavtsev er evnafr ðingur og ein av FSB agentunum, sum hildið verður er partur av toyminum, sum eitraði Navalny í Tomsk í august í ár. Kurdjavtsev gjørdist heimskendur í hesi vikuni, tá Navalny hevði almannakunngjørt upptøkuna av telefonsamrøðuni millum Navalny sjálvan og Kurdjavsev. Í samrøðuni segði Navalny seg verða eitt starvsfólk hjá russisku trygdartænastuni, og fekk Kurdjavsev í smálutum at greiða frá um drápsroyndina móti Navalny. Navalny skrivar á Twitter í dag um løgregluna, sum hevur handtikið Sobol. Hann skrivar eisini, at Kurdjavtsev keypti sær eina lutfalsliga dýra íbúð í Moskva við reiðum peningi bara tveir mánaðir eftir drápsroyndina móti Navalny. Russland vísur aftur drápsroyndini móti Navalny, og sigur samstundis, at samrøðan við Kurdjavtsev er følsk og at Navalny líður av eltingarørsku og stórlætisørskapi. Fleiri av ferðafólkunum og manningini frá vanlukkuflogfarinum eru illa løstað. Dagin eftir vanlukkuna verða tey flutt við tyrlu og við sjóverjuskipi til Havnar. Dagmar Joensen Næs og Jens Jákup Hansen hava gjørt sendingina. Á Tvøroyri vóru 130 fólk til kanningar. Onnur tyrlan hjá Atlantic Airways var á Tvøroyri eftir potingunum og fleyg tær til Havnar, so tær kunnu greinast í dag. Eisini mæla matvørustýrið og heilsustýrið til, at foreldur geva smáu børnunum D vitaminir alt árið til barnið fyllir fýra ár, og ikki bara tvey ár, sum higartil. Nýggju tilmælini koma eftir kanning, sum danska Krabbameinsfelagið gjørdi í 2018, sum vísti, at fimmti hvør dani, sum ikki tekur D vitaminískoyti, hevur D vitamintrot um várið. Í sambandi við kanningina vóru blóðroyndir tiknar frá 3.092 fólkum millum 2 og 69 ára gomul úr ymsum pørtum í Danmark. Royndirnar vístu, at nógv av teimum manglaðu D vitaminir um várið, tá fólk vanliga mangla D vitamnir, tí sólin ikki hevur givið teimum so nógv av hesum vitaminum. Niðurstøðan hjá einum ráðgevandi arbeiðsbólki, saman við danska Krabbameinsfelagnum, serfrøðingum og granskarum, er, at neyðugt er at bøta um D vitamin støðuna hjá dønum. Arbeiðsbólkurin mælir til, at fólk taka 5 7,5 mikrogram av D vitaminum um dagin, og at annað verður gjørt fyri at minka um D vitamintrotið so at tey, sum mangla D vitaminir, fáa betri styrkt sær beinagrindina. Nýggja tilmælið er vaksin og børn, fýra ár og eldri, taka 5 10 mikrogramm av D vitamin um dagin í vetrarhálvuni frá oktober til apríl. nýføðingar og smábørn yngri enn fýra ár skulu taka 10 mikrogramm alt árið, frá tey eru tvær vikur og til tey eru fýra ára gomul. Um foreldrini geva barninum barna vitamintablett, skal barnið ikki hava D vitamin ískoyti. kvinnur, sum eru við barn, børn og vaksin við myrkari húð, børn og vaksin, sum er fjald í klæðum um summarið og fólk, sum ikki dagliga eru uttandurða ella ikki fáa sólljós á seg, skulu taka 10 mikrogr. av D vitaminum um dagin. fólk eldri enn 70 ár, fólk á røktarheimum og í heimarøkt, sama hvussu gomul tey eru, og fólk, sum eru í størri vanda fyri at fáa beinbroyskni, skulu taka 20 mikrogr. av D vitaminum saman við 800 1.000 milligrammum av calcium alt árið. D vitamin trot kann gera beinagrind og vøddar veikari. Vitaminin hevur serliga stóran týdning fyri, at likamið kann taka ímóti calcium í tarmunum. Seinastu vikurnar hevur smittuverndin fingið avbjóðingar í eitt nú Bergen, Tromsø og Sør Varanger, tí russiskir trolarar eru komnir inn. Sør Varanger kommuna skrivar í tíðindaskrivi, at á tollaksmessu lá russiski trolarin, Vityaz, við bryggju í Kirkenes. Tey 34 umborð vórðu kannað henda dagin og ein hevur fingið staðfest koronu. Reiðaríið í Murmansk, Nord Pilgrim, eigur trolaran.Og tað sama reiðarí, sum eigur trolaran, Obelay, sum 5. oktober kom inn á Tromsø, og umborð vóru 24 av 34 umborð smittað. Heldur hetta fram, og staturin einki ger, so kunnu vit fáa stórar trupulleikar. Vit kunnu ikki standa og hyggja at hesi gongdini, og einki gera, sigur varaborgarstjórin. Vit hava so dánt umstøður at taka í móti okkara egnu íbúgvum. Nú má staturin gera nakað, sigur virkandi borgarstjórin í SørVanger, við norska kringvaprið. Tíðliga í morgun kom ein lastibilur við løgregluverju til Statens Serum Institut í Keypmannahavn. Við lastbilinum komu fyrstu skamtarnir av koppingarevninum móti korona, sum fyritøkurnar Pfizer og Biontech hava ment, til Danmarkar. Við DR sigur fakligi stjórin á Statens Serums Institut, at hetta er ein stór løta. Nú hava vit verið í koronastøðuni í meginpartin av einum ári, men nú er tað ljós í endanum av tunlinum, sigur Anne Marie Vangsted, fakligur stjóri á Statens Serums Institut við DR. 9750 skamtar av koppingarevninum eru komnir til Danmarkar í nátt, og fyrst skal Statens Serums Institut eftirkannað koppingarevni og síðani verður tað koyrt út til tey ymsu økini. Komandi vikuna koma 40.000 skamtar aftrat til Danmarkar og eftir tað verður væntað, at 48.000 skamtar koma vikuliga til Danmarkar. Meðan fyrstu skamtarnir komu til Danmarkar í nátt, er eingin komin til Føroya enn. Heilsumálaráðið boðið tollaksmessudag frá, at teir 4800 skamtarnir, sum eru teir fyrst at koma til Føroya, ikki koma í dag eins og ætlað, men heldur leypandi komandi vikurnar. Tí væntar Heilsumálaráðið, at fyrsti føroyingurin verður koppsettur móti korona fyrst í nýggja árinum. Í nátt komu fyrstu skamtarnir av koppingarevninum fyri korona til Danmarkar. Og við skamtunum er eisini eitt yvirlit yvir hjáárin av koppingarevninum almannakunngjørt. Shahin Gaini, yvirlækni og smittuverjufrøðingur sigur í dag, at tey hjáárin man sær eru tey, sum eru vanlig at fáa av slíkum heilivági. Tað er sum at fáa sjúkueyðkenni av korona ella influensu í nakrar tímar ella dagar, og tað er eitt gott tekin, tí tað merkir, at immunverjan reagerar uppá koppingarevnið, sigur Shahin Gaini. Millum tey mest vanligu hjáárini tað er minst ein út av 10 er smávegis pina í tí síðuni, har man er blivin koppsettur. Møði, høvuðpína, vøddapína, kuldaskjálvti, liðpína og fepur. Millum tey miðal vanligu hjáárini kann raka ein út av 10 er, at man verður hovin ella reyður har man hevur fingið sproytuna, og fær vaml. Tey sjáldsomu hjáárini 1 út av 100 eru hovnir lymfukertlar og yvirskipað kensla av at vera ússaligur. Tað er ógvuliga vanligt, at man finnur hjáárin beinan vegin, tá ið man eftirkannar koppingarevnið. Tað er meira sjáldsamt, at nýggj hjáárin verða funnin langa tíð eftir, at fólk eru koppsett. Men vit hava ikki havt eitt longri eyðleiðingareftirlit í sambandi við hetta koppingarevnið, og tí er tað bara tíðin, sum við vissu kann siga, um nakað nýtt hjáárin vísir seg, sigur Shahin Gaini. Vegna smittuvanda, eru allar kirkjur i landinum stongdar. Havnar hornorkestur spælir áðrenn guðstænastuna klokkan 10 30 Jógvan Fríðriksson, biskupur prædikar. Høgni Joensen er deknur. Anfinur Johansen er klokkari. Gudmund Mortensen er urguleikari. Ernst Remmel spælir trompet. Tórshavnar Kamarkór undir leiðslu av Berhardi Wilkonson syngur. Sálmar nummar 107 Jólaklokkan aftur ringir. nummar 103 Tað sótu seyðamenn á vakt nummar 116 Himmalsins harpur tóna hátt nummar 123 Dýrasti Jesus nummar 95 Gleðilig jól Reiðaríið, sum átti Christian í Grótinum, byggir eitt nýtt nótaskip í Skagen, sum skal latast felaganum í januar 2022. Men inntil tá skal Margret fiska kvoturnar hjá Christian í Grótinum, sigur Jan Petersen, stjóri í felagnum Christian í Grótinum. Íslendska uppisjóvarskipið er nakað øðrvísi enn Christian í Grótinum. Tað var eitt felag í Grønlandi, sum keypti gamla Christian í Grótinum. Prísurin var knappar 124 milliónir krónur, og skipið varð latið nýggju eigarunum fyrst í hesum mánaðinum. Tá hevði Christian í Grótinum fiskað kvoturnar, sum teir høvdu í ár. Jan Petersen vil ikki upplýsa, hvat skipið, ið teir hava keypt úr Íslandi, kostar eigarunum. Lurta eftir samøðuni við Jan Petersen Ódnardagurin mikli róptu svínoyingar hin 12. februar 1943. Tá brast ein ódnarstormur bráddliga á, meðan fýra opnir bátar vóru á útróðri í Miðhavinum og vunnu ikki upp land. Í bandasavninum hjá útvarpinum eru tvær samrøður, sum Niels Juel Arge í 1960 gjørdi við menn, sum vóru á Miðhavinum hendan dagin, og tær eru bulurin í ljóðmyndadokumentarurin um ódnardagin. Vit hoyra Jóanes Joensen í Heimistovu siga frá støðuni umborð á eina seksmannafarinum, og Mattias Petersen greiðir frá, hvussu deksbáturin Nekkur royndi at koma til hjálpar. Talan er um seinastu stór plátuna hjá Abba, her lagið The Winner Takes It All er tað kendasta. Løgini Happy New Year , Super Trouper og Lay All Your Love On Me kenna fólk eisini. Plátubarrin 2. jólkvøld 2020. Sjúkrahúsverkið hevur gjørt út ímóti 7000 kanningar fyri koronu um jólini og framvegis er gravgangurin stórur. Tí verður aftur kannað fyri koronu á Eystaru bryggju sunnudagin frá 15.30 til 17.30. Aftur í dag, annan jóladag, vóru nógv og lótu seg kanna á Eystaru bryggju í Havn og onkur slapp ikki framat, sum annars hevði ætlað sær at lata seg kanna. Sjúkrahúsverkið skuldi eftir ætlan ikki hava opið fyri kanningum í morgin, men tillaga nú upplatingartíðirnar. Europeiska samveldið hevur fingið koppsetingar til øll tey 27 londini, sum eru limir í ES. Koppsetingarnar eru latnar út til londini. Tað boðaði Ursula Von Der Leyen frá leygardagin, at koppsetingini frá Pfizer.BioNtech er latin øllum ES limalondunum, tað sigur BBC. Nøkur lond settust ikki á boðini og fóru beinanvegin at koppseta tey veiku og heilsustarvsfólk. ES limalondini, ið eru millum tey harðast raktu, hava skrásett 335.000 deyðsføll sum beinleiðis úrslit av covid 19. Føroyar eru sum kunnungt ikki ES limaland og mugu tí bíða nakrar dagar, áðrenn koppsetingin kemur til landið. Upprunaliga ætlanin var at byrja koppsetingina í dag. Men samstundis hevur landdsstýrismaðurin í heilsumálum boðað frá útsetingunum til fyrst í nýggja árinum. Føroyar Grønland og Danmark fyrireika í løtuni eina nýggja menningarætlan ella strategi fyri Arktis. Nýggja ætlanin er galdandi fyri næstu tíggju árini. Tað sigur Steen Lynge, landsstýrislimur í landsstinginum. Ætlanin er eitt sindur seinkað orsakað av corona, men Steen Lynge vónar, at nýggja menningarætlanin verður liðug og almannakunngjørd í byrjanini av nýggja árinum, sigur hann við grønlendska miðilin KNR. Tað er umráðandi fyri limalondini, at Arktist verður varðveitt sum eitt lágspenningsøki. Málið í menningarætlanini er altjóða samstarv, varðveitsla av náttúruni, og upprunafólk skulu í hásæti í menningini av nýggju menningarætlanini. Undir yvirskriftini TUNNILSGJØLDINI SKULU NIÐUR setur tingmaður fyri Sambandsflokkin, Jaspur Langaard, fram eitt, hann kallar ófrávíkiligt krav. Jaspur Langaard, vil hava, at gjaldið fyri at koyra í Eysturoyartunlinum skal lækkast. Politikkararnir valdu at seta eina nevnd og stjóra at stýra felagnum, og vit kunnu í dag ásanna, at tey hava gjørt eitt gott arbeiði, tá talan er um bygging av tunlinum, men tá talan er um prísásetingina fyri nýtslu av tunnlinum, hava tey dumpað. Vit vita, at verður prísurin rímuligari, koma nógv fleiri at brúka tunnilin, og harvið eisini at gjalda fyri tunnilin. Hetta sigur allur logikkur, og hetta hava vit eisini sæð í hinum tunlunum. Um tunnilsfelagið ikki sjálvt velur at tillaga tunnilsgjøldini, verða vit noydd at gera politisk inntriv, til frama fyri bæði borgaran og samfelagið sum heild Borgarnir spara bensin, slit av dekkum og slit av bilum landið sparir slit av vegum. Alt hetta verður tikið við í eini kost nyttu kanning og metir Landsverk, at árliga sparingin av hesum er áleið 60 70 mó. krónur Vegna koronu smittu eru allar kirkjur í landinum stongdar. Vit senda beinleiðis guðstænastu í útvarpi og sjónvarpi úr Havnar kirkju. Sverri Steinhólm, prestur prædikar. Deknur er Elsa Jóhanna Høgenni. Klokkari er Jógvan Martin Mørk. Organistur er Gudmund Mortensen Vit hoyra Annette Nielsen spæla violin og Raymund Nielsen guitar Søren Steinhólm spælir violin. Sálmar nummar 106 Her koma, Jesus, tíni smá nummar 118 Heilaga stund, tú á fold vára dalað ert niður nummar 131 Eg rósu upp sá næla og eftir prædiku nummar 120 Mítt hjarta tilhald hevur nummar 123 Dýrasti Jesus, drottur alla drotta Seks teirra eru partur av smittuketu, sum Landslæknin fylgir. Tveir persónar hava verið uttanlands, har annar fekk staðfest smittuna við kanning á flogvøllinum, meðan hin persónurin fekk staðfest smittuna við kanning á sætta degi. Øll eru avbyrgd, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina. Tilsamans hava nú 579 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 531 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 48 persónar smittaðir í løtuni. Undir yvirskriftini TUNNILSGJØLDINI SKULU NIÐUR setur tingmaður fyri Sambandsflokkin, Jaspur Langaard, fram eitt, hann kallar ófrávíkiligt krav. Jaspur Langaard, vil hava, at gjaldið fyri at koyra í Eysturoyartunlinum skal lækkast. Politikkararnir valdu at seta eina nevnd og stjóra at stýra felagnum, og vit kunnu í dag ásanna, at tey hava gjørt eitt gott arbeiði, tá talan er um bygging av tunlinum, men tá talan er um prísásetingina fyri nýtslu av tunnlinum, hava tey dumpað. Vit vita, at verður prísurin rímuligari, koma nógv fleiri at brúka tunnilin, og harvið eisini at gjalda fyri tunnilin. Hetta sigur allur logikkur, og hetta hava vit eisini sæð í hinum tunlunum. Um tunnilsfelagið ikki sjálvt velur at tillaga tunnilsgjøldini, verða vit noydd at gera politisk inntriv, til frama fyri bæði borgaran og samfelagið sum heild Borgarnir spara bensin, slit av dekkum og slit av bilum landið sparir slit av vegum. Alt hetta verður tikið við í eini kost nyttu kanning og metir Landsverk, at árliga sparingin av hesum er áleið 60 70 mó. krónur Vegna koronu smittu eru allar kirkjur í landinum stongdar. Vit senda beinleiðis guðstænastu í útvarpi og sjónvarpi úr Havnar kirkju. Sverri Steinhólm, prestur prædikar. Deknur er Elsa Jóhanna Høgenni. Klokkari er Jógvan Martin Mørk. Organistur er Gudmund Mortensen Vit hoyra Annette Nielsen spæla violin og Raymund Nielsen guitar Søren Steinhólm spælir violin. Turkiskir herurin hevur dripið 15 uppreistrarsfólk, sum vóru í ferð við at leggja til rættis eitt álop í útnyrðingspartinum av Sýria. Tað boðar Reuters tíðindastovan frá. Teir 15 dripnu komu sambært turkiskum embætisfólki frá kurdiska felagsskapinum YPG, og vóru teir í ferð við at leggja til rættis eitt álop á turkiska partin av Sýria. Turkaland hevur havt ræði í útnyrðingspartinum av Sýria, síðani í í fjør, tá turkisk hermegi tók øki, sum hildið var at uppreistrarfelagskapurin UPG og PKK høvdu ræði á. Fleiri av vesturlendskum stuðlunum hjá Turkalandi taka frástøðu frá Turkalandi, eisini USA, ið hevur tætt samstarv við YPG í stríðnum móti Sýria og Islamiskum stati í Sýria. Politiið fekk átta fráboðanir um vindskaðar í gjárkvøldið og í nátt. Tær flestu komu úr Suðuroynni, men eisini onkur úr Sundalagnum. Klokkan fimm í morgun boðaði ein maskinførari hjá Landsverki, sum var á Vestmannavegnum, frá, at har lógu nakrar takplátur við vegin. Danskir heilsumyndugleikar væntaðu ikki at fáa næstu sendingina av koppingarevninum fyrr enn í næstu viku, men nú hava teir fingið at vita, at hon kemur longu í dag. Mette Frederiksen, forsætisráðharri, upplýsti á tíðindafundi í gjár, at teir 38.000 skamtarnir eru partur av avtaluni, sum Danmark hevur gjørt við ES um koppingarevni. Farið varð at koppseta fyri koronu í Danmark í gjár. Hóast koppsetingin er byrjað, verða krøvini um at brúka masku og spritta hendur framvegis í gildi. Danskir heilsumyndugleikar vænta at koppseta millum 200.000 og 250.000 fólk hetta til mars næsta ár. Føroyar og Danmark fáa eisini burtur av koppingarevninum, sum Danmark fær úr ES. Av tí at Danmark fekk færri skamtar enn roknað varð við í fyrstu syftu, hevur Heilsumálaráðið gjørt av at útseta koppsetingina í Føroyum. Ætlanin varð at koppseta tey fyrstu millum jóla og nýggjárs, men nú er greitt, at tað verður ikki, fyrr enn komið er inn í nýggja árið. Donald Trump hevur annars í eina viku sýtt fyri at skriva undir lógina um ein kreppupakka fyri tilsamans 2.300 milliardir dollarar, sum ein stórur meiriluti í báðum tingdeildum í kongressini hevur samtykt. Sambært lógini skulu 1.400 milliardir dollarar brúkast til at fíggja almenna geiran, og 900 milliardir dollarar fara til hjálpartiltøk í sambandi við koronu. Danski fiskimálaráðharrin, Rasmus Prehn, er farin at kanna, hvørjir møguleikar eru at lata donskum fiskimonnum endurgjald, nú veiðimøguleikarnir í bretskum sjógvi verða skerdir, í kjalarvørrinum av Brexit. ES hevur sett fimm milliardir evrur av til at hjálpa vinnum í limalondunum, sum verða rakt av handilsavtaluni millum ES og Bretland, ið kemur í gildi á nýggjárinum. Henda játtanin fevnir eisini um fiskivinnuna. Rasmus Prehn sigur, at Danmark eigur at fáa part av játtanini, og kannað verður eisini, hvat meira kann gerast. Donsk skip fiska umleið 40 prosent av allari sínari veiðu í bretskum sjógvi, og 30 prosent av inntøkunum í donsku fiskivinnuni koma haðani. Sambært avtaluni millum ES og Bretland, missa fiskimenn í ES londum 25 prosent av kvotuni í bretskum sjógvi næsta hálvt sætta árið. Vit fegnast um, at missurin bara er 25 prosent, tí bretar ætlaðu upprunaliga, at ES lond skuldu missa 80 prosent av kvotunum, sigur Rasmus Prehn. Av tí, at fýrverk bara verður selt í nakrar fáar dagar, ber ikki til at selja fýrverk við fyrr og nú prísum. Tað er villleiðandi marknaðarføring, sigur Brúkaraumboðið. Fyri at selja árstíðarvøru, sum fýrverk er, við at vísa til prísin fyrr og nú, skal vøran vera seld fyri vanligan kostnað í fýra samanhangandi vikur undan eini príslækking. Og fýrverk kann ikki seljast í fýra samanhangandi vikur, men bara í nakrar dagar. Men loyvt er at selja fýrverk sum pakkatilboð ella geva hópavsláttur, sigur Brúkaraumboðið. Tríggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísir nýggjasta uppgerðin hjá landslæknanum. Allir tilburðirnir eru partur av smittuketu, sum landslæknin fylgir. Í gjár vórðu 584 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Fýra fólk vórðu frísk í gjár, og sostatt eru 47 fólk smittað í løtuni. Nú 13 dagar eru farnir, síðani bygdarráðið á Sandi fekk fráboðan um rottu við tunnilsmunnan i Traðadali, er eingin ábending komin um, at rotta er í oynni. Rotta hevur ikki etið av eitrinum, sum er lagt, og eingi rottuspor eru. Nú friður er í tunlinum, tí jólafrí er, verður kannað hvønn dag við tunnilin, um nøkur rotta er har ella hevur verið har. Hetta heldur fram til 4. januar, tá tunnilisarbeiðið byrjar aftur, sigur Poul Klementsen, borgarstjóri á Sandi. Rotta er í sjey oyggjum í Føroyum. Vit vita ikki rættliga, hvørja ávirkan, avtalan millum Bretland og ES fær á samráðingarnar millum Føroyar og Bretland um fiskirættindi. Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður. Fiskimenn í ES eru í øðini, tí teirra lutur er so lítil í avtaluni, sum ES hevur gjørt við Bretland. Føroyar og Bretland samráðast aftur um fiskirættindi 5. og 6. januar. Um Føroyar fáa somu treytir sum ES á fiskivinnuøkinum, ber ikki til at siga nakað um, sigur Jacob Vestergaard. Norðmenn gevast nú við at lata fíggjarligan stuðul til Herbergið í Havn. Avtala er gjørd millum Frelsunarherin og Almannamálaráðið um, at føroyskir myndugleikar stigvíst yvirtaka stuðulin til Herbergið í Havn næstu árini. Yvirtøkan fer at taka fimm ár, og 700.000 krónur eru settar av á fíggjarlógini fyri næsta ár. Tað sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum. Tað verður framvegis Frelsunarherurin, sum kemur at standa fyri Herberginum. Tí er einans talan um, at Føroya Landstýri fer at veita stuðulin framyvir heldur enn Frelsunarherurin í Norra. Heilsustarvsfólk verða koppsett fyrst, og tað verður upp til leiðsluna á landssjúkrahúsinum at gera av, júst hvør verður koppsettur fyrst. Stjórin sigur, at tað verður neyðugt at síggja ferðslutølini í eina tíð, áðrenn støða verður tikin til, um tað skal vera bíligari at koyra í Eysturoyartunlinum. Helgi Abrahamsen, sum er landsstýrismaður í vinnumálum, sigur í stuttari viðmerking, at tað er harmiligt, at summi ikki hava verið fevnd av hjálparpakkunum hjá landinum, men at tað er torført at fevna um øll. Freddy hevur sagt ja at spæla eina konsert, hann ikki veit nakað um frammanundan. Programmleiðarin Christine Dancke hevur í stillum fyrireikað beachparty og boðið vinum og fjepparum til eina ógloymandi konsertuppliving. Broadcast Company NRK. Í HAIK fara størstu popstjørnurnar í Noregi eina ferð. Hesaferð hevur Freddy Kalas lagt lívið í hendurnar á Christine Dancke, programmleiðara, í ein dag. Tey fara ein biltúr og uppliva mangt og hvat á leiðini og góðan tónleik. Ferðamálið eri ein loynilig konsert. Broadcast Company NRK Byggifyritøkan hevur nú lovað at verða liðug í summar, tað gevur Bill og Marie góðar vónir um at kunna flyta inn í sisilianska summarhúsið. Samstundis fær familjan syrgilig boð heimanífrá. Fá um nakar í Noregi býr so oyðið sum Per Edvard Johnsen. Hann er ein av teimum seinastu, sum livir næstan uttan undantak av tí, sum Finnmarksvidda gevur. Fisk, reindýr og moltuber. Kortini leitar hann framvegis eftir samiska mentanararvi sínum. Honum sum varð tikin frá honum, tá hann varð doyptur. Tónleikatíðarrit, heimasíður, ummælarar og onnur taka í hesum døgum saman um bestu tónleikaútgávurnar, sum vóru givnar út í hesum lúsa lorta ári, sum var 2020. Heimasíðan savnar á hvørjum ári tær útgávur, sum er oftaast nevndar á hesum listum yvir ársins útgávur, í ein super lista. Í sendingini verða sangir av nøkrum av hesum toppskorara plátum spældir, men kryddað verður eisini við LEITISSTEIN favorittum frá 2020. Amerikanska umboðsmannatingið hevur samtykt at ógilda sýtingarrættin, sum Donald Trump, forseti, fyri jól brúkti ímóti uppskotinum um verjufíggjarlóg. 332 atkvøður vóru fyri uppskotinum um at ógilda sýtingarrættin, og 87 atkvøddu ímóti. Demokratarnir hava meirilutan í umboðsmannatinginum. 109 republikanarar atkvøddu ímóti Trump. Nú stendur tað til senatið at gera av, um sýtingarrætturin hjá forsetanum móti verjufíggjarlógini framvegis skal galda. Hendir tað, verður tað fyrstu ferð í forsetaskeiðnum hjá Trump, at politiska skipanin ógildar sýtingarrætt, sum Trump hevur brúkt. Fíggjarætlanin hjá Bú og heimatænastuni í Suðuroynni er 59 milliónir krónur í 2021. Sammett við 2020 eru spardar tríggjar milliónir krónur. Avlopið næsta ár er slakar 750.000 krónur. Men treytin er, at tær báðar størstu kommunurnar í oynni seta allar pengarnar, tær fáa frá landinum, í samstarvið. Tvøroyrar kommuna fær góða millión meira enn samstarvið um eldraøkið kostar kommununi, og Vágs kommuna fær slakar 760.000 krónur meira. Hinar fimm kommunurnar fáa minni frá landinum, enn tær skulu gjalda til eldraøkið. Tvær teirra, Hvalba og Sumba, hava boðað frá, at tær gjalda ikki meira til samstarvið enn tær fáa frá landinum. Hvalba eigur at gjalda góðar 8,3 milliónir krónur, men fær 23.200 krónur minni frá landinum í afturbering enn kommunan skal gjalda til Bú og heimatænastuna. Sumba skal gjalda góðar 4,6 milliónir krónur, men fær 155.500 krónur minni í afturbering frá landinum. Tá stýrið í Bú og heimatænastuni samtykti fíggjarætlanina fyri 2021, atkvøddu Fámjin, Hov og Tvøroyri ímóti. Heilsumyndugleikarnir koppsettu fyri koron, tá teir varnaðust, at átta fólk høvdu fingið eina skamt av koppingarevni, sum var fimm ferðir størri enn ætlað. Tað upplýsir landsstýrismaðurin í vinnumálum, Jens Frederik Nielsen, fyri grønlendskum miðlum. Galdandi hjálparskipan skuldi annars fara úr gildi á nýggjárinum. Jens Frederik Nielsen leggur dent á, at tað ræður um at bjarga ferðavinnuni, sum kann fáa stóran búskaparligan týdning fyri Grønland í framtíðini. Vit fara at at skráseta tey, sum hava fingið tilboð um at lata seg koppseta, men ikki taka av, sigur Salvador Illa. Men ætlanin er ikki at almannakunngera skrásetingina, sigur hann. Kanningar vísa, at spaniólar eru sera ivasamir, tá ræður um at verða koppsettur fyri koronu. AFP skrivar, at ein nýggj kanning vísir, at 28 prosent ætla ikki at koppseta seg. Tedros Adhanom Ghebreyesus, aðalskrivari í WHO, sigur, at søgan vísir okkum, at hetta verður ikki seinasta heimsfarsóttin, og at farsóttir eru ein partur av lívinum. Dagurin skal gera vart við, at heimurin lærir okkurt av koronufarsóttini, so hann kann fyrireika seg til heilsukreppur í framtíðini. Aðalskrivarin í World Health Organization, Tedros Adhanom Ghebreyesus, segði longu í summar, at koronufarsóttin fer at merkjast í áratíggju. Ghebreyesus sigur, at gera heimsins stjórnir størri íløgur í heilsumál, ber til at tryggja, at børnini arva ein meira mótstøðuføran og burðardyggan heim. Hann sigur, at koronufarsóttin var ikki óvæntað, tí heimsheilustovnurin hevur í fleiri ár ávarað um møguleikan fyri einari farsótt, og hvussu ófyrireikaður heimurin var at taka ímóti henni. Sambært John Hopkins University eru 80 milliónir fólk smittað av koronu í øllum heiminum, og fleiri enn 1,7 milliónir fólk eru deyð. Fyrrverandi almannastjórin Tommy Petersen hevur seinastu 20 árini arbeitt fyri Danida í ymsum londum. Har hevur hann eisini havt høvi til at kunna seg jól og jólasiðir í londonum. Lagt varð fyri í Nepal í Asia um aldarskiftið. Seinni var hann hálvt ár í Basra í Iraq, har hann helt, at hann skuldi vera kommunustjóri. Familjan helt jól í Cairo í Egyptalandi. Seinni vóru Tommy og konan Maja í Egyptalandi nøkur ár. Hann skuldi læra egyptarnar at decentralisera leggja teimum lag á decentral isera. Kanska mest forkunnuga uppgávan var í sjálvum Palæstina árini 2013 2016. Tey búðu í Eysturjerusalem, meðan Tommy arbeiddi í palestinska høvuðsstaðnum Ramallah. Á jólum vóru tey fleiri ferðir í Bethlehem. Sítt seinasta uttanlandsstarv hevði Tommy Petersen í Nuuk Grønlandi. Jógvan Arge hitti Ingálv av Reyni, tá hann fylti 75 fyri 25 árum síðani. Fyrra sendingin hevur heitið Listarmaðurin á Ingutrøð . Seinna eitur Á framsýning við Picasso . Ingálvur greiðir frá sínum lívi og síni list. Sum ungur sigldi hann, men í 1938 fór hann til Danmarkar á listaskúla. Eftir kríggið setti Ingálvur seg niður á Ingutrøð í Havn sum listamálari. Tað var eitt hart hoyggj at draga, men ivasomu umstøðurnar køvdu ikki hansara hug at mála og tekna. Jógvan Arge hitti Ingálv av Reyni, tá hann fylti 75 fyri 25 árum síðani. Fyrra sendingin hevur heitið Listarmaðurin á Ingutrøð . Seinna eitur Á framsýning við Picasso . Ingálvur greiðir frá sínum lívi og síni list. Sum ungur sigldi hann, men í 1938 fór hann til Danmarkar á listaskúla. Eftir kríggið setti Ingálvur seg niður á Ingutrøð í Havn sum listamálari. Tað var eitt hart hoyggj at draga, men ivasomu umstøðurnar køvdu ikki hansara hug at mála og tekna. Tá ið koronufarsóttin rakti Føroyar í mars 2020, gekk tað ógvuliga skjótt, og eftir stuttari tíð vóru vit lutfalsliga millum tey harðast raktu londini. Men næstan líka skjótt bastu vit smittuni. Ein forkláring var, at ein framsíggin biologur í Føroyum longu var klárur, tá smittan kom fyrstu ferð. Og tað hoyrdist út um landoddarnar, at lívfrøðingurin á Heilsufrøðiligu starvsstovu bjargaði Føroyum og helst mannalívum. Í sendingini hoyra vit Virgarskvæði, sumbingar kvøða, Eli Poulsen og Bjarni Vestergaard, Kong Tidrik sidder udi Beren, vanliiga nevnd Langben Rise, Hákun Jacobsen og Niels á Velbastað skipa, og Tíðrikskappar, sumbingar kvøða, John Lisberg skipar. Heilsuverkið fer í morgin undir at bjóða starvsfólkum sínum at vera koppsett. Samstundis eru nøkur teirra, sum bera seg undan at vera koppsett, sigur Tummas í Garði, varasjúkrahústjóri. Fyrrapartin í morgin verða skamtarnir latnir teimum trimum sjúkrahúsunum, sum fara at koppseta teir fyrstu føroyingarnar klokkan 13. Tað sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni, nú allir rútarnir í nýggju Erlu Kongsdóttir eru skiftir og ferjan fer aftur í sigling nýggjársaftansmorgun. Tað er enn ógreitt, hví tveir rútar brádliga fóru í knús umborð á Erlu Kongsdóttir, júst sum skipið var sett í sigling á Nólsoyarleiðini. Og bæði útflutningurin og innflutningurin fyrstu 10 mánaðirnar í ár hevur verið minni enn fyrstu 10 mánaðirnar í fjør, men kortini størri enn í fyrraárið. Ein kassi við 975 skamtum komu til Føroya við Atlantsflogi í kvøld. Koppingarevnið varð síðani koyrt til Landsapotekið, har tað verður goymt í frystiskápi til í morgin, tá fyrstu føroyingarnir verða koppsettur fyri koronu. Inger Støjberg er farin frá sum næstforkvinna í Vinstra. Hesum boðaði Inger Støjberg sjálv frá í gjárkvøldið, stutt eftir at nevndin í flokkinum í tveir tímar hevði fundast um framtíðina hjá Støjberg í flokkinum. Jakob Ellemann hevur í dag biðið meg um at leggja frá mær sum næstformaður í Vinstra. Eg skilji, at tað millum annað kemur av hansara vantandi áliti á mína linju í eini røð av politiskum málum. Nakrir nevndarlimir skutu upp, at eg fór í farloyvi men tað var umráðandi fyri Jakob, at eg skal fara heilt frá sum næstformaður, skrivaði Inger Støjberg á Facebook. Eitt valdsskifti hendi í Vinstra í fjør, tá formaðurin Lars Løkke Rasmussen og næstformaðurin Kristian Jensen fóru frá, og Jakob Ellemann Jensen og Inger Støjberg komu til sum ávikavist formaður og næstforkvinna í flokkinum. Men stevið millum Ellemann Jensen og Støjberg hevur verið trupult frá byrjan. Tá Jakob Ellemann Jensen fyrr í hesum mánaðinum segði, at Vinstri fór at taka undir við einum møguligum ríkisrættarmáli móti Inger Støjberg, var mestsum greitt, at samstarvið teirra millum ikki kundi halda fram. Tveir óheftir løgfrøðingar kanna í løtuni møguleikan fyri at reisa eitt ríkisrættarmál móti Inger Støjberg í sambandi við, at hon í 2016 sum ráðharri skal hava givið Fólkatinginum villleiðandi upplýsingar. Á sínum Facebook vanga harmast Jakob Ellemann Jensen um, at tað skuldi enda soleiðis, men hann vísir á, at samstarvið millum seg og Inger Støjberg í langa tíð hevur riggað illa. Tað er óhaldbært hjá einum floksformanni at skula leiða uttan stuðul frá síni næstforkvinnu. Hann sigur seg kortini vóna, at Inger Støjberg fer at halda fram í Vinstra. Skúlin við Streymin kostar 127 milliónir krónur. Á eyka býráðsfundi mánadagin samtykti býráðið í Sunda kommunu eina eykajáttan til skúlan við Streymin. Hon er átta milliónir krónur. Við í teimum 127 milliónunum eru 12,5 milliónir krónur til Eiðis kommunu, sum seldi Sunda kommunu sín part í felagsskúlanum á Oyrarbakka. Føroyskir læknar heita nú á føroyingar um at vísa varsemi í sambandi við nýggjárshald og koronu. Í Facebook bólkinum Spyr ein lækna um korona heita læknarnir aftanfyri bólkin á øll um framvegis at vísa varsemi. Um farið verður útum til felags tiltøk so sum kyndlagongu, bál ella at skjóta fýrverk, verður heitt á fólk um at halda frástøðu til onnur ella bert standa saman við teimum, tey halda nýggjárið saman við. Mælt verður staðiliga frá at fara húsagongd ella inn til onnur at vitja. Um onkur hevur sjúkueyðkenni, eigur viðkomandi ikki at fara út millum fólk, men halda seg heima og lata seg kanna skjótast gjørligt. Kirkjuklokkurnar fara at ringja fyri teimum, sum eru deyð av koronu í Svøríki seinasta árið. Í gjár var talið av deyðum við koronu í Svøríki komið upp á 8.279. Tíðindastovan TT sigur, at umframt at minnast tey deyðu fara klokkurnar eisini at ringja fyri teimum, sum orsakað av koronu avmarkingunum ikki kundu vera saman við sínum kæru, áðrenn tey doyðu. Svøríki hevði í langa tíð eina øðrvísi handfaring av koronu smittuni og dúvaði upp á sonevnda floksimmunitetin sum bestu verju móti sjúkuni. Men í november, tá talið av smittaðum fór at vaksa við nógvari ferð, hálsaðu svensku myndugleikarnir um og hava síðani sett tiltøk í verk, sum líkjast teimum í grannalondunum. Nógvar kunngerðir eru lýstar í sambandi við, at nýggja rættargangslógin fyri Føroyar kemur í gildi á nýggjárinum. Millum teirra er ein kunngerð um varðhaldsfongsling. Har stendur, at fólk, sum eru avbyrgd í varðhaldinum í meira enn 14 dagar, skulu, um tey framvegis eru avbyrgd, fáa boðið at tosa regluliga og leingi við eitt nú prest, lækna ella sálarfrøðing. Tey skulu eisini fáa tilboð um undirvísing og arbeiði ella okkurt annað virksemi, sum kann minka skaðiligu ávirkanina á sálarheilsuna, sum kann standast av avbyrging. Korona koppingarevnið Oxford AstraZeneca hevur nú fingið allar neyðugar góðkenningar í Bretlandi, og sostatt er enn eitt koppingarevni tøkt í stríðnum móti COVID 19. Tað skrivar BBC í morgun. Bretar byrjaðu fyrr í hesum mánaðinum at koppseta við koppingarevninum hjá Pfizer BioNTech, og síðani tá eru meir enn 600.000 fólk í Bretlandi koppsett. Men nýggja koppingarevnið, sum vísindafólk við lærda háskúlan í Oxford hava ment, fer at seta nógv meiri ferð á koppsetingarnar í Bretlandi. Stjórnin í Bretlandi hevur bílagt 100 milliónir skamtar frá AstraZeneca, og tað er nóg mikið til at koppseta 50 milliónir fólk í landinum fyri COVID 19. Ein stórur munur er, at koppingarevnið hjá Pfizer BioNTech má goymast í 70 kuldastigum, men nýggja koppingarevnið kann goymast í einum vanligum kuldaskápi. Tað fer at gera tað nógv lættari at fáa koppingarevnið út til eitt nú ellis og røktarheim. Nýggja koppingarevnið kemur væl við í Bretlandi, sum hevur havt stórar trupulleikar av koronu seinastu tíðina. Pengarnir eru farnir í feløgini sum partapengingur. Atlantic Airways hevur fingið 100 milliónir krónur, og Vága floghavn hevur fingið 15 milliónir krónur. Í dag verða fyrstu føroyingarnir koppsettir. Fyrsti kassin við koppingarevnum kom til landið við flogfari um átta tíðina í gjárkvøldið. Fyrstu prikini skulu gevast í teimum trimum sjúkrahúsunum. Tummas í Garði sigur at tað verður ein á koronudeildini, sum fær fyrstu koppsetingina. Sunnudagin byrjaðu ES londini at koppseta fólk fyri COVID 19. Í Danmark var 79 ára gamli Leif Heiselberg úr Odense, fyrsti danin, sum bleiv koppsettur. Tað eru Dagur og Viku vertirnir Barbara Holm og John Johannessen, ið kappast móti Margit Stórá, varastjóra á Landsjúkrahúsinum, og Pál Weihe, lækna, granskara og koronuráðgevara. Tú kanst hoyra sendingina her NN Holding, sum eigur partafelagið MARK, hevur stevnt Tórshavnar kommunu og Kommunala eftirlitinum eftir endurgjaldi, skrivar Vágaportalurin. NN Holding fekk loyvi frá kommununi at byggja 96 íbúðir undir Kongavarða. Men grannar klagaðu, og so bleiv byggiætlanin skorin niður í helvt. Afturfyri gjørdi kommunan avtalu við NN Holding um makaskifti, so at tær 48 íbúðirnar, sum ikki blivu gjørdar undir Kongavarða, kundu byggjast millum Horna í Havn. Tey, sum skipaðu fyri valstríðnum hjá Donald Trump, forseta, upp undir forsetavalið í heyst, heita nú á Hægstarætt um at broyta úrskurðin, sum lægri dómstólar hava gjørt um valúrslitið í statinum Wisconsin. Sagt verður í áheitanini á Hægstarætt, at veljarar fingu ikki atkvøðuseðlar sendandi á rættan hátt. Kravt verður, at bæði brævatkvøður og atkvøður á valstaðnum skulu ógildast. Hægstirættur í Wisconsin hevur sagt, at hann fer ikki at taka málið uppaftur, og hesa avgerð vilja tey, sum skipaðu fyri valstríðnum hjá Trump, hava Hægstarætt í Washington at ógilda. Trump hevur tapt í minsta lagi 50 sakarmál um valið í Wisconsin og øðrum statum. Trump sigur, at valsvik varð framt, millum annað við brævatkvøðum. Trump fekk 21.000 atkvøður færri enn Joe Biden í Wisconsin. Fyri jól vísti Hægstirættur aftur eina áheitan um at broyta valúrslitið í Pennsylvania. Allir statir hava góðkent valið og staðfest, at Joe Biden vann, men Donald Trump vil framvegis ikki góðtaka valúrslitið. 6. januar fer Kongressin at telja atkvøðurnar hjá valfólkunum. Tað heldur Gwena l Akira Helmsdal Carr , sum stendur handan barrdiskin í Hallartúni, tá hann verður spurdur um góð ráð til ein góðan drink. Hetta merkir, at tú hevur skorið ella pressað fruktir, sum skulu í, hevur ís og gløs við hondina og annars ikki manglar nakað av tí, sum skal í. Eftir at hava givið hesi góðu ráð fór Gwena l í holt við at blanda sítt boð uppá ein góðan nýggjársdrink, og uppskriftin kemur her Soleiðis gert tú Lat rósmarin og hindber í glasið, áðrenn sitrónsaft og sukursiropur verða latin í. Síðan skal gin í, um tú vilt hava tað. Eftir hetta skal fitt av ísi í, soleiðis at glasið er hálvfult. Fyll nú upp við ingiferøli og rør runt, so drinkurin verður kámt ljósareyður. Fyll síðan glasið heilt fult av ísi og pynta við grein av rósmarin og einari lime sneið. Í alt eru okkurt um 100 fólk í heilsuverkinum, tað er á Landssjúkrahúsinum, Klaksvíkar sjúkrahúsi og Suðuroyar sjúkrahúsi, koppsett í dag. Tóra við Keldu, forkvinna í Megd, sigur, at hóast útmeldingin frá Megd og limafeløgunum er greið, so verður víst á somu mál ár undan ári, og tað er trupult at treingja inn í politisku skipanina, har tey fólkavaldu sita, sigur hon. Megd hevur millum annað víst á, at felagið vil hava eina brekpolitiska virkisætlan, og at tryggja fólk, ið bera brek, tá ið verkfall er. Felagið vil hava, at ST sáttmálin um rættindi hjá teimum, ið bera brek, verður settur inn í almenna lóggávu, og at nýggj lóggáva móti mismuni á øllum økjum í samfelagnum verður samtykt. Í februar næsta ár skulu Føroyar lata yvirskipaða frágreiðing um mannarættindastøðuna í Føroyum, har mannarættindaráðið hjá ST eftirmetir støðuna í øllum limalondunum. Kinesisku myndugleikarnir krevja, at nýggja heilsuváttan á fiskavørur til Kina skal setast í verk innan nýggjár. Tað boðar Heilsufrøðiliga Starvsstovan frá. Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur móttikið bræv frá kinesisku myndugleikunum um, at nýggja heilsuváttanin kann setast í verk longu frá 1. jan. 2021. Í løtuni arbeiðir Starvsstovan við at fáa fleiri virkir og skip á kinalistan, men enn er hetta ikki endaliga góðkent av kinesisku myndugleikunum. Nýggja heilsuváttanin setir krøv til matvøruvirkir og skip um at fyribyrgja, at fiskavørur ella pakningur verður dálkað við koronu. Hesi krøv eru eisini sett øðrum londum, sum senda matvørur til Kina. Matvøruvirkir og skip, sum útflyta til Kina, eru á einum góðkendum lista. Nú skulu eisini rávøruveitarar og landingarmiðstøðir á kinalistan. Øll á kinalistanum skulu upplýsa árliga framleiðslunøgd, og hvussu nógv av hesari er útflutt til kinesiska marknaðin. Matøvurvirkir og skip, sum ynskja heilsuváttan til Kina, skulu fylgja nýggju vegleiðingini frá WHO, ið snýr seg um Covid 19 og matvørutrygd. Tríggir tilburðir eru partur av smittuketum, sum Landslæknin fylgir. Tveir persónar eru komnir til Føroya úr útlondum, og fingu staðfest smittuna við kanning á flogvøllinum. Øll eru avbyrgd, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina. Tilsamans hava nú 610 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 547 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 63 persónar smittaðir í løtuni. Tummas í Garði, varasjúkrahússtjóri á landssjúkrahúsinum, sigur við útvarpið í dag, at summi av teimum koppsettu hava upplivað nakað av eymleika, har tey vórðu prikað, men eingi álvarslig hjáárin eru komin fyri. Nakað av iva hevur verið um nær næsta sending av koppingarevnið fór at koma. Nú er vissa funnin um, at ein nýggj sending av koppingarevni kemur í viku tvey, og tí fer man í komandi viku undir at koppseta við restini av skamtunum frá undanfarnu sending. Mánadagin 4. januar verður hildið fram at koppseta starvsfólk í sjúkrahúsverkinum. Eftirfylgjandi verða starvsfólk á ellis og røktarheimum koppsett, og síðani búfólkini. Føroysku myndugleikarnir væntaðu, at tað vóru umleið fimm skamtar í hvørjum hettuglasið av koppsetingarevni, sum kom til landið týsdagin. Men tað vísti seg at vera væl meiri í hettugløsunum enn væntað. Men nú slóknar tað ikki kortini, tí Radio.fo boðar nú frá, at avtala er gjørd við R2 Net um, at Radio.fo tekur við á FM sendinetinum eftir R7. Ritan fór á beding 8. desember og tað gongur helst rúm tíð áðrenn hon kemur aftur í sigling. Jósup røkti leiðina frá Hvannasundi til Svínoynna og Fugloyar í nakrar dagar, men tá ið Erla Kongsdóttir fekk skaða, varð Jósup fluttur til Nólsoyarleiðina, og tyrlan hevur síðani røkt leiðina til Fugloyar og Svínoyar. Leygardagin byrjar Jósup aftur at sigla. Í Fugloy hava tey verið glað fyri tyrluna, men tað hava tó verið nakrir dagar, at hon ikki hevur flogið, sigur Amalia í Frammistovu, borgarstjóri í Fugloyar kommunu. Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, fer ikki at nevna orðið korona í nýggjársrøðuni í kvøld. Men hóast sjúkan ikki verður nevnd, so fyllur koronusmittan og avleiðingarnar av henni ein stóran part av røðuni. 1. januar hava Føroyar ongan veðurlagspolitikk. Føroyar fingu ein veðurlagspolikk í 2009, sum millum annað hevði til endamáls at minka um útlátið við 20 fram til 2020 sammett við 2005. Men hetta er ikki hent, heldur tvørturímóti. Og landsstýrið veit enn ikki, hvat tað ætlar á økinum Kommunuvalið í november setur ikki bara dám á samansetingina í kommunustýrunum kring landið. Eisini løgtingið merkir broytingar, tí á nýggjárinum tekur Heðin Mortensen við sum borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og Annika Olsen, fráfarandi borgarstjóri, fer aftur í løgtingið. Landslæknin bað fyri eini viku síðani Heilsufrøðiligu Starvsstovuna um at greina 22 koronaroyndir fyri at staðfesta, um nýggi varianturin av koronuvirusinum, sum er funnin í Bretlandi, eisini er at finna í Føroyum. Tíbetur fanst hann ikki Rana Nolsøe kenna vit væl sum gittarist og sangara í Frændum. Her roynir hann seg við eini plátu, sum fyri mesta partin umboðar einstaklingin Rana, harav tann mest persónligi sangurin er Ein sangur til tín. Hann varð skrivaður um vinmannin, Óla Wolles Andreasen, sum andaðist í 1990. Fleiri stílir eru á útgávuni innilig vøkur løg sum Eina løtu aftrat , og rokkur, harav Flemish Cap er kent lag, sum útvarpið hevur spælt nógv. Nýggjár í Plátubarrini 31.12.20 Eisini Rósan og Vágsbygd eru klassikarar. Sama er við fleiri útlendskum løgum frá Faroe Boys tíðini, ið fest vórðu á plátuna og kassettubandið. Talan eru um eina samrøðusending Robert Mc Birnie greiðir frá upptøkunum til plátuna, sum gjørdar vórðu í Íslandi, tá Robert og Vinmenn spældu har í 1984. Eisini greiðir hann frá øðrum, bæði áhugaverdum og undirhaldandi. Nýggjár í Plátubarrini 31.12.20 Samskiftið hjá føroyingum við danskar stovnar og tænastur er sera nógv, og brúk er tí fyri einari smidligari skipan, so føroyingar kunnu fáa CPR tal at nýta mótvegis almennum og privatum stovnum uttanfyri Føroyar, varð sagt, tá ríkislógartilmælið varð lagt fram. Løgreglan fekk fráboðan um hendingina klokkan fýra í nátt. Avhoyring hevur ikki verið enn, og tann, ið stakk, er eisini á sjúkrahúsi. Men nógvar veitslur vóru heima hjá fólki, og fleiri fráboðanir komu um óljóð og líknandi. Løgreglan vitjaði fleiri av hesum veitslunum. Ein útbúgvingardeild er skipað. Hon hevur ábyrgdina av tí fakliga og politikkfyrireikandi arbeiðinum í breiðum týdningi við útbúgving og gransking, frá dagstovnum til hægri útbúgvingar og gransking. Helena Dam á Neystabø fer framvegis at hava ábyrgdina av verkætlanini við føroyskum sum annaðmál fyri tilflytarar, sum hon hevur arbeitt við síðani á heysti 2019. Ein maður er handtikin fyri at hava hótt við at brenna eini hús í grund. Hetta hendi í nátt í eini bygd á Streymoynni. Fólk vóru í húsinum, tá hóttanin varð borðin fram. Løgreglan hevur viðkomandi í varðhaldi, og hann verður avhoyrdur, tá hann er edrúur. Enn er støða ikki tikin til, um hann skal stillast fyri ein dómara og um revsimál verður reist móti honum. Tað verður helst avgjørt seinni í dag. Nú skulu bjargingarfólk og hundaførarar leita eftir teimum burturblivnu í Gjerdrum, norðanfyri Oslo, har ein stór skriða leyp mikudagin, skrivar VG. Tað hevur ikki eydnast okkum at senda bjargingarfólk inn enn, men vit vóna, at tað fer at eydnast okkum í dag, sigur átaksleiðarin, Ketil Lund, við VG. DR skrivar at talan er um svenskar bjargingarserfrøðingar, sum skulu inn í sokallaða reyða økið, har jørðin framvegis flytir seg at leita eftir fólki inni í húsunum. Vit fara inn í niðara partin av økinum at leita í húsum, har tað ber til. Kanningararbeiðið kann vera vandamikið, men vit eru væl fyrireikað, sigur átaksleiðarin hjá løgregluni, Roy Alkvist, sambært DR. Skriðan er umleið 300 metrar breið og umleið 700 metrar long. Níggju bygningar, har 31 húski hava búð, eru farin í skriðulopinum. Seks bilhús eru eisini farin í skriðulopinum. Skriðan ger enn um seg og vandi er fyri, at fleiri hús kunnu fara í skriðuni, skrivar VG. Í Fugloynni eru 35 akfør, í Svínoynni 20, í Hesti 11, trý í Mykinesi, tveir persónbilar og eitt prutl, og níggju akfør eru skrásettt í Skúgvoynni, har eru til dømis seks persónbilar. Talan er um sáttmálarnar millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar og løgfrøðingafelagið og donsku fakfeløgini, sum hava sáttmálar um tey, sum arbeiða í apoteksverkinum, Farmakonomforeningen og PharmaDanmark. Samráðingarfólkini eru donsk, og hava trupult við at seta av neyðugu tíðina til sóttarhald og samráðingar, sigur Fíggjarmálaráðið. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, fegnast um, at fakfeløgini á almanna arbeiðsmarknaðinum taka undir við leistinum hjá feløgunum á privata arbeiðsmarknaðinum. Tað er ein trý ára sáttmáli. Lønin hækkaði 2,56 prosent 1.oktober 2019, hon hækkar 2,05 prosent í dag og 1,25 prosent 1.oktober í ár. Tilsamans hava nú 610 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 551 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 59 persónar smittaðir í løtuni. Bjargingarfólk í norska Gjerdrum norðanfyri Oslo hava nú grava seg fram til eitt fólk, ið hevur latið lív av skriðuni, sum leyp mikudagin. Skriðan er umleið 300 metrar breið og umleið 700 metrar long. Níggju bygningar, har 31 húski hava búð, eru farin í skriðulopinum. Seks bilhús eru eisini farin í skriðulopinum. Skriðan ger enn um seg og vandi er fyri, at fleiri hús kunnu fara í skriðuni, skrivar VG. Sendingin Árið, ið fer í tíðindum og aktuellum er ein sending um nøkur av evnunum, sum hava fylt nógv í 2020. Málið er at fáa í lag nakrar øðvísi og uppbyggjandi samrøður um hesi evni. Millum annað verður løgmaður og onnur lyklapersónar í koronasøgu føroyinga settur í sóttarhald á Hotel Vágum, og Hilmar Eliasen, stjóri í SSL, fer út at sigla saman við nólsoyingum. 4. mars kom fram alment, at fyrsti føroyingurin hevði fingið staðfest korona, og 12. mars 2020 gjørdi koronafarsóttin, at føroyska samfelagið mátti steingja og fara niður í ferð. Korona fylti so nógv í 2020, at sóttarhald gjørdist ársins orð. 10. november varð skipað fyri kommunuvali, og úrslitið gjørdi, at fýra av mest markantu borgarstjórunum í landinum mistu valdið. 1. desember tók John Rajani við starvinum sum fyrsta føroyska sendifólk í Ísrael. 18. desember skipaðu nólsoyingar enn einaferð fyri mótimælisgongu úti í Tinganes at mótmæla vánaligu handfaringina av ferjusambandinum, sum ger tað torført at búgva í oynni og at á rbeiða og ganga í skúla í Havn. 19. desember lat Eysturoyartunnilin upp. Farleiðin fer at kollvelta Føroyar eru tað nógv sum halda. Hvat halda teir borgarstjórarnir, sum skulu stýra kommunurnar kring nýggju farleiðina 2020 gjørdist eitt rættiliga serligt ár orsakað av korona farsóttini. Í sendingini verður róð aftur á nakað av tí, sum var á breddanum í 2020. Málið er at fáa í lag nakrar øðvísi og uppbyggjandi samrøður um hesi evni. Millum annað verður løgmaður og aðrir lyklapersónar í koronasøgu føroyinga settur í sóttarhald á Hotel Vágum, og Hilmar Eliasen, stjóri í SSL, fer út at sigla saman við nólsoyingum. Lars Løkke Rasmussen gevst í flokkinum Vinstra, sum hann hevur verið forsætismálaráðharri fyri tvær ferðir. Lars Løkke Rasmussen hevur verið limur í Vinstra flokkinum í 40 ár, tey seinastu sum formaður, til hann tók seg aftur og Jacob Elleman Jensen vann formanssessin. Tað er gamla ynski hjá Lars Løkke Rasmussen um ein samstarv tvørtur um miðjuna á donskum politikki, sum er høvuðsorsøkin til at hann gevst. Hoyr her hvar Jens Ringbjerg, politiskur greinari, sigur við Danmarks Radio í morgun. Lars Løkke Rasmussen gevst í flokkinum Vinstra, sum hann hevur verið forsætismálaráðharri fyri tvær ferðir. Lars Løkke Rasmussen hevur verið limur í Vinstra flokkinum í 40 ár, tey seinastu sum formaður, til hann tók seg aftur og Jacob Elleman Jensen vann formanssessin. Tað er gamla ynski hjá Lars Løkke Rasmussen um ein samstarv tvørtur um miðjuna á donskum politikki, sum er høvuðsorsøkin til at hann gevst. Hoyr her hvar Jens Ringbjerg, politiskur greinari, sigur við Danmarks Radio í morgun. Tað segði danski forsætisráðharrin í sjónvarpaðari nýggjársrøðu í gjárkvøldið. Vend kemur neyvan í fyrr enn á páskum, segði Mette Frederiksen millum annað í røðuni Viðkomandi sum stakk eitt annað fólk við knívi næstsíðstu nátt er skuldsett fyri drápsroynd og í øðrum føri fyri grovan harðskapi. Allir tilburðirnir eru partur av smittuketum, sum Landslæknin fylgir. Øll eru avbyrgd, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina. Tilsamans hava nú 614 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 558 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 56 persónar smittaðir í løtuni. Ísrael er á odda í kappingini um at koppseta fólk. Sambært bbc hava ísraelar megnað at koppseta meira enn eina millión fólk fyrstu ferð fyri koronavirus. Tað er eitt koppsetingartal á 11.55 fyri hvørji 100 fólk. Til samanberingar hava fólk úr Bahrain eitt koppsetingartal á 3.49 fyri hvørji 100, og Stórabretland eitt tal á 1.47 fyri hvørji 100 fólk, vísir ein kanning, sum verður gjørt í samstarvi við lærda háskúlan í Oxford. USA, ið er hart rakt av korona virus rakk ikki endamálið við at koppseta 20 milliónir áðrenn 2021. Bert 2,78 milliónir amerikanar hava fingið fyrstu koppsetingina. Ísraelar koppseta umleið 150.000 fólk um dagin, og hava gjørt tað líka síðani 19. desember. ísraelar vóru millum tey fyrstu, sum tóku upp samráðingar við Pfizer BioNtech um koppingarevni, og tryggjaðu sær koppsetingar tíðliga. Benjamin Netanyahu, sum hevur sitið sum forsætismálaráðharri, og sum stillar upp til valið, metir, at Ísrael longu kann hava koppsett allar borgarar í februar. Teitur Samuelsen, stjóri í Eystur og Sandoyartunlinum, eftirlýsir nú eina haldgóða loysn fyri at sleppa undan, at rotta kemur til Sandoynna, tá ið sprongt verður ígjøgnum í Sandoyartunlinum í heyst Eingin hevur sæð møguligu rottuna, sum onkur fyri stuttari tíð síðani helt seg hava sæð á Sandoynni. Ei heldur eru nøkur tekin funnin, um at rotta er komin til Sandoynna. Nøkur hava nevnt møguleikan strúka kalva fyri at hjálpa til, at fáa kalvastovnin uppaftur. Men fiskifrøðingurin heldur tað vera sera trupult, at fáa tað at bera til. Í gjárkvøldið boðaði 56 ára gamli Lars Løkke Rasmussen frá, at hann gevst í flokkinum Vinstra. Hann hevur verið forsætismálaráðharri tvær ferðir í Danmark, frá 2009 2011 og frá 2015 til 2019. Lars Løkke Rasmussen hevur verið limur í Vinstra flokkinum í 40 ár. Í 10 ár var hann formaður í flokkinum, frá 2009 til 2010, tá ið hann tók seg aftur og Jacob Elleman Jensen vann formanssessin. Tað er gamla ynski hjá Lars Løkke Rasmussen um ein samstarv tvørtur um miðjuna á donskum politikki, sum er høvuðsorsøkin til, at hann gevst, Talan er um eina søguplátu, konseptalbum, har sparkararnir Mylo og Xyloto eru upp ímóti einaræðisharranum, Major Minus, ið kúgar sítt fólk. Men teir sokallaðu sparkers neistarnir gera á sín hátt uppreistur við graffiti í gøtunum, og við ljóði og óljóði. Harafturat er Mylo Xyloto ein kærleikssøga. PB 2.1.2021. Sálmar 611 Hoyr, Guds einglar syngja hátt 110 Í Betlehem, í Dávids stað 113 Føgur var náttin 137 Fagur himin er at sjá 123 Dýrasti Jesus Meinhard Bjartalíð, prestur, prædikaði. Thordis Tausen er deknur. Jón Magnus Joensen er urguleikari. Klokkari er Hans Poulsen. Løgreglan sendi tí fólk at finna fram til, um alt var sum tað skuldi, og tað vísir seg, at tað vóru fólk, sum vóru farin í hagan at taka myndir av vakra mánalýsinum. Tað hendir meira enn so, at løgreglan setir størri kanningararbeiði í verk, tí stúrt verður fyri, at folk eru komin í neyð í fjøllunum, men at tað síðani vísir seg, at fólkini bara eru farin ein túr. Tí sigur vakthavandi á løgreglustøðini í morgun, at tey vilja heita á fólk, sum ætla sær í hagan í myrkri, um at boða løgregluni frá, so tá fráboðanir koma inn, so hevur løgreglan samband við tey, sum eru farin í hagan, og sleppur undan at seta størri kanningararbeiði í gongd. Hetta er ásett í nýggju hummarakunngerðini, ið Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur lýst, og sum kom í gildi 1. januar. Tað skrivar Fiskimálaráðið á heimasíðuni. Fiskimálaráðið er gjørt varugt við, at óskipað hummaraveiða til húsbrúks hevur vundið uppá seg í seinastuni, og at hetta er vinnuliga fiskiskapinum til ampa. Óskipað hummaraveiða gagnar hvørki hummarastovninum ella teimum, sum fiska hummara, tí eru reglurnar broyttar soleiðis, at skalt tú fiska hummara á vanligu hummaraleiðunum, krevst loyvi eisini tá fiskað verður til húsbrúks. Loyvini eru avmarkað til tey, ið eftir verandi reglum hava rætt til hummaraloyvi. Eingi nýggj loyvi verða latin afturat teimum, sum hava verið í skipanini seinastu árini. Í kunngerðini, sum nú er lýst, eru eisini nýggjar reglur um at flyta hummaraloyvi millum bátar, umframt regla um, hvussu leingi hummararúsur kunnu standa. Danir hava nú fingið eina nýggja sjúku inn í landið, sigur Viggo Andersen, lektari i matematiskari epidemiologi við Roskilde Universitet við Ritzau. Hann sipar til bretska slagið av koronuvirusinum, sum danskir granskarar meta, smittar sera illa. 86 fólk í Danmark høvdu í gjár fingið henda bretska variantin av koronavirus. Statens Serum Institut hevði tá bara greinað 11 prosent av teimum positivu royndunum. Tí verður væntað, at veruliga talið av smittaðum við bretska slagnum er umleið níggju ferðir hægri. Tað vil siga 774 fólk. Er ein smittaður við tí einu mutatiónini, er ein immunur fyri hinari mutatiónini. Men ov fá eru immun av øllum fólkinum, tí higartil eru bara 165.000 smittað av koronu í Danmark. Vit fylgja gongdini neyvt, og vit kunnu ganga út frá, at vit eisini fáa hesa nýggju mutatiónina av COVID 19 til Føroya, segði Lars Fodgaard Møller, landslækni við in.fo í gjár. Løgreglan fær javnan fráboðanir um, at fólk eru lumpað á sosialu miðlunum, og enda í einari støðu, har longri samskifti leiðir til, at tey til dømis enda á einari ókendari heimasíðu ella app. Síðani verður teirra telda hackað og tey vera hótt eftir pengum, um tey ikki vilja at teirra privatu viðurskifti enda úti alment. Og nú um dagarnar tekur hetta fyribrigdi dik á seg. Tí sigur løgreglan við Vágaportalin, at fólk mugu ansa sær, tá ið tey játta vinarumbønir og taka upp samskifti við fólk, sum tey ikki kenna. Løgreglan fekk um dagarnar fráboðan frá einum, sum kærdi sína neyð, tí viðkomandi góðtrúgvin hevði latið seg lumpað, og nú ikki visti síni livandi ráð. Í hesum málinum var torført at síggja, at talan var um ein falskan vanga, tí viðkomandi hevði yvir 50 føroyskar vinir. Men vangin var also falskur. Løgreglan sigur við Vágaportalin, at tey vilja heita á fólk um at ansa eftir, hvønn tey góðteka sum vin á sosialu miðlunum, og at tey vilja heita á foreldur um at práta við síni ungu um hetta. Seks nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum. Tað er enn óvist, hvussu fimm teirra eru blivin smittað. Helst hava tey verið í sambandi við hvør annan. Eitt fólk hevur verið uttanlands, og fekk staðfest smittuna við kanning á triðja degi. Øll eru avbyrgd, og landslæknin er í gongd við smittusporingina. Í gjár vórðu 839 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru 56 fólk smittað í løtuni. Tvey fólk eru í løtuni innløgd hjá sjúkrahúsverkinum við koronusmittu. Seks fólk eru nú funnin deyð í skriðulopinum í Gjerdrum norðanfyri Oslo. Hini fýra, sum ikki hava latið frætta frá sær eftir skriðulopið mikudagin, eru ikki funnin enn. Tað skrivar NRK í dag. Tað var tíðliga í morgun, at ein fimti persónur varð funnin deyður og fyri lítlari løtu síðani, var ein sætti persónur funnin deyður. Løgreglan vil enn ikki siga nakað um kyn ella aldur. Átaksleiðarin á staðnum sigur í viðmerking til NRK, at bjargingarfólk halda fram við at leita allan sunnudagin og eisini út á náttina, um tað gerst neyðugt. Harald Kongur, Sonja Drotning og Haakon Krúnprinsur av Noregi, vijaðu í dag Gjerdrum. Tey vístu samkenslu við teimum, ið hava mist hús og heim, og við avvarðandi hjá teimum saknaðu. Skriðan í Gjerdrum er umleið 300 metrar breið og umleið 700 metrar long. Níggju bygningar, har 31 húski hava búð, eru farin í skriðulopinum. Seks bilhús eru eisini farin í skriðulopinum. Skriðan ger enn um seg og vandi er tí fyri, at fleiri hús kunnu fara í skriðuni, og hetta ger eisini bjargingararbeiðið sera vandamikið, skrivar VG. Sálmar 611 Hoyr, Guds einglar syngja hátt 110 Í Betlehem, í Dávids stað 113 Føgur var náttin 137 Fagur himin er at sjá 123 Dýrasti Jesus Meinhard Bjartalíð, prestur, prædikaði. Thordis Tausen er deknur. Jón Magnus Joensen er urguleikari. Klokkari er Hans Poulsen. Í gjár eygleiddi hon Erlu Kongsdóttir, tá ið ein bilur skuldi koyra umborð á skipið í Nólsoy, men bilurin botnaði. Rampan er ikki væl egnað til bilar, og ikki tá fjøra er, sigur Anja Wardum. Hetta er bert seinasti partur av einari framhaldssøgu um ringu umstøðurnar hjá nólsoyingum, tá ið umræður farleiðina til Havnar. Og tað er strævið fyri allar partar, sigur Anja Wardum. Fyrsta endurskapanarmiðstøðin í Føroyum er nú latin upp á Karlamagnusarbreyt í Hoyvík. Tað er áhugafelagið Hugla, sum saman við øðrum stendur fyri miðstøðini. Hugla savnar saman endurnýtslu tilfar frá virkjum v.m. til onnur at skapa úr. Ætlanin er at ávirka keyp og koyr burtur mentanina í Føroyum. Og í dag leita fólk í túsundatali á gøturnar í Baghdad at minnast dagin. Í Baghdad minnast tey deyðu mennirnar við at halda tað sum minnir um eina jarðarferð, og í gjárkvøldið fóru somuleiðis stórar fólkamongdir til gongu á vegnum móti flogvøllinum í Baghdad, har bumbuálopið var. Økið, har bumbuálopið varð framt, er gjørt til eitt minningarøkið, avmarkað við reyðum bandi, við myndum av Soleimani og al Muhandis í miðjuni, og fólk tendrað ljós fyri teimum báðum. Soleimani stóð á odda fyri iransku herdeildini, sum hevði ábyrgd av uttalanda átøkum hjá landinum, og hann var tískil ofta bæði í Irak, Lebanon og Sýria. Morðið av Soleimani økti um spenningarnar millum USA og Iran. Charles Stratford, journalistur hjá Al Jazeera í Bagdad sigur við miðilin, at nógv fólk leita á gøturnar í dag í øllum landinum. Mótmælisfólkini krevja, at stjórnin í Irak leggur trýst á amerikanarar um at taka seinastu soldatarnar úr økinum, sigur hann. Samstundis eru fólk á gøtuni bangin um, at tryggleikin versnar í økinum, sigur Charles Stratford við Al Jazeera. Útlendskir miðlar skriva, at støðan millum Washington og Tehran er versnað seinastu tíðina, nú eitt ára merkisdagurin fyri morðinum á herovastan hevur nærkast. Í einum brævi til trygdarráðið hjá ST hósdagin fannst Iran at USA fyri teirra sokallaðu hernaðarligu ævintýr í økinum og ákærdi USA fyri at bera falska kunning, ósakligar atfinningar og hóttandi orð móti Tehran. Dagin fyri, mikudagin, fleyg eitt amerikanska bumbuflogfar yvir iranskt øki í einari roynd at ræða iransku stjórnina, og líknandi hendingar eru farnar fram fleiri ferðir seinastu vikurnar, skrivar Al Jazeer. Seks nýggir smittutilburðir vóru staðfestir í gjár, og fimm teirra eru frá ókendari smittukeldu. Ein av teimum hevur havt sjúkueyðkenni síðani jólaaftan, sigur Lars Foedgaard Møller, landslækni. Fleiri eru sett í sóttarhald í dag og myndugleikarnir halda fram við smittusporingini í dag. Landslæknin heitir á fólk, um at lata seg kanna beinan vegin tey fáa sjúkueyðkenni. Hóast fleiri smittutilburður eru staðfestir seinastu dagarnar, sum eru frá ókendari smittukeldu, so hava myndugleikarnir tamarhald á støðuni, sigur landslæknin. Vit hoyra 1. part av bókini Og Mamma Elin á Rógvi hevur skrivað og hon lesur fyri okkum. Og Mamma er ein stuttlig bók um ein hana í reyðum smekkubuksum. Vit hitta ommuna, abban, hundin Leika og dreingirnar Viggo og Paula. Vertur er Jóhan B. Mortensen. Dánjal Tavsen gjørdi ljóðmyndina. Vit hoyra 1. part av bókini Og Mamma Elin á Rógvi hevur skrivað og hon lesur fyri okkum. Og Mamma er ein stuttlig bók um ein hana í reyðum smekkubuksum. Vit hitta ommuna, abban, hundin Leika og dreingirnar Viggo og Paula. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2014. Vertur er Jóhan B. Mortensen. Dánjal Tavsen gjørdi ljóðmyndina. Vit hoyra 3. part av bókini Og Mamma Elin á Rógvi hevur skrivað og hon lesur fyri okkum. Og Mamma er ein stuttlig bók um ein hana í reyðum smekkubuksum. Vit hitta ommuna, abban, hundin Leika og dreingirnar Viggo og Paula. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2014. Vertur er Jóhan B. Mortensen. Dánjal Tavsen gjørdi ljóðmyndina. Vit hoyra 1. part av bókini Og Mamma Elin á Rógvi hevur skrivað og hon lesur fyri okkum. Og Mamma er ein stuttlig bók um ein hana í reyðum smekkubuksum. Vit hitta ommuna, abban, hundin Leika og dreingirnar Viggo og Paula. Bókadeild Føroya Lærafelags gav út í 2014. Vertur er Jóhan B. Mortensen. Dánjal Tavsen gjørdi ljóðmyndina. 6.890 harur eru í øllum førum skotnar í hesum haruárinum. Tað ber til at staðfesta, nú haruárið er av á hesum sinni. Men helst er talið nakað størri, tí ikki allir hagarnir hava skrásett veiðuna, skrivar vp.fo Á heimasíðuni haran.fo hevur Eyðfinn Magnussen farnu árini skrásett og granskað føroyska haruveiðu. Eyðfinn Magnussen sigur við Vágaportalin, at enn eru fleiri hagar, sum ikki eru skrásettir. Tí heitir hann á fólk um at skráseta seinastu tølini, so at endaliga frágreiðingin um haruveiðu í Føroyum í 2020 kann skrivast. Tølini skulu skrásetast á heimasíðuni haran.fo Grønland er higartil sloppið væl, tá talan er um koronu. Fyrsta fólkið varð innlagt nýggjársaftan. Viðkomandi fekk koronu í Danmark. Donald Trump hevur í telefonsamrøðu heitt á innanríkisráðharran í Georgia, Brad Raffensperger, um at finna 11.780 atkvøður afturat. Atkvøður, ið høvdu broytt úrslitið av forsetavalinum í Georgia, skrivar Washington Post . Samrøðan, sum vardi í slakan tíma, varð upptikin leygardagin. Nývaldi forsetin í USA, Joe Biden, vann valið í Georgia. Tað var eftir fínteljing, tí lutvíst fáar atkvøður vóru á muni millum valevnini. Trump sáddi alt fyri eitt iva um úrslitið á forsetavalinum í november. Hann vildi vera við, at valsvik er farið fram, og at Joe Biden av órøttum vann forsetavalið. Allir statir hava annars góðkent valið og staðfest, at Joe Biden vann forsetavalið. Joe Biden tekur við sum forseti í USA tann 20. januar. Lógin fór úr gildi á nýggjárinum, og uppskotið um at leingja hana til 31. desember 2025 er enn í Fíggjarnevndina, sum fekk uppskotið 10. desember. Talan er um lógina um at endurrinda meirvirðisgjaldið, tá fólk keypa elbil, hitapumpu ella byggja ella umbyggja ávísar leigubústaðir. Tey, sum keypa orkuvinarligan bil, kunnu fáa í mesta lagi 70.000 krónur aftur, um bilurin kostar 350.000 krónur við meirvirðisgjaldi. Tey, sum byggja ella umbyggja hús at leiga út, kunnu fáa meirvirðisgjaldið aftur, um tey brúka meira enn 200.000 krónur uttan meirvirðisgjald til byggingina. Fyri at gera tað lættari hjá bilútleigarum at selja leigubilar, tá summarið er liðugt, skal kilometratalið fara úr 12.500 niður í 10.000. Nanci Pelosi fekk 216 atkvøður. Kevin McCarthy, valevnið hjá Republikanarunum, fekk 209 atkvøður. 80 ára gamla Pelosi hevur verið leiðari fyri Demokratiska flokkin í Umboðsmannatinginum í 17 ár. Fimm floksfelagar hjá Nancy Pelosi atkvøddu ikki fyri henni. Tríggir atkvøddu blankt. Tveir atkvøddu fyri øðrum valevnum hjá Demokratiska flokkinum. Umsóknin er sambært kommunustýrislógini, sum sigur, at borgarstjórar skulu ikki hava annað starv, arbeiða teir fulla tíð sum borgarstjóri. Sangurin, You ll Never Walk Alone, sum upprunaliga er úr sangleikinum Carousel hjá Rodgers and Hammerstein, hevur heilt serstakan týdning hjá teimum, ið halda við Liverpool. Jóan Pauli Jacobsen, fótbóltskønur liverpoolfjeppari, greiðir frá, at tað var kappingarárið 1963 64, at sangkórið á Anfield av álvara byrjaði at hoyrast. Har plagdi plagdi topp 10 á enska hittlistanum at ljóma úr hátalarunum. Nummar eitt bleiv spældur, meðan spælararnir runnu inn á vøllin. Á heysti í 1963 var You ll Never Walk Alone nummar eitt. Ein sangur um at stríðast, um stoltleika, mótgongd og samanhald og um at goyma vónina í hjartanum. Tað talaði beinleiðis til fjøldina á Anfield. Sjálvt tá sangurin ikki longur var nummar eitt, og aðrar landaplágur rungaðu, helt The Kop áfram við at syngja You ll Never Walk Alone. At sita á Anfield og hoyra You ll Never Walk Alone er nakað heilt serstakt, sigur Jóan Pauli Jacobsen. Millum elstu heimildarfólkni í bandasavninum hjá útvarpinum er Marin Malena Norðbø í Klingruni. Hon var jarðamóðir á Sandi frá 1899 til 1940. Niels Juel Arge hitti Marina í 1965, tá hon var 87 ára gomul. Hon fór at læra til jarðamóðir í Keypmannahavn í 1898 og tók síðani við starvið sum jarðamóður í sóknini. Marin giftist við Jógvan í Klingruni í 1903. Í samrøðuni greiðir Marin frá uppstandilsinum, tá hon valdi at fara uppá skúla at læra til jarðamóðir í Keypmannhavn fyri 122 árum síðani. Eitt nú frá ferðum til Skúvoyar, tá árabáturin var álitið, og tá hon eina ódnarnátt í januar 1906 fór til gongu av Sandi um áir og fjøll fyrst til Skarvanesar og síðani til Dals. Hendan ferðin meiri enn 100 ár aftur í tíðina, lýsir ikki bara viðurskiftini, sum hon upplivdi tey tá, men hoyrist eisini á málsliga framburðinum. Ikonisku myndina av jarðarmóðurini hjá songarkonu, tók Sofus Poulsen í Skúgvi í 1932. Á songini liggur kona hansara Valgerður Poulsen Valla í Horni 1891 1956 . Marin í Klingruni situr við soninum Vagni í fanginum, sum var fimta og yngsta barn hennara Hví brúkar man danska orðið, nydansk á føroyskum, nýføroyingur Ein blívur ikki føroyingur av at flyta til Føroya. Tjóðskapur er nakað serligt og rørir hjartastreingir. Tað betra orðið er tilflytarar, tí tað sigur alt. Elin Henriksen er samd við lurtaran, og vísir í hesum sambandi eisini á, at henni dámar stak illa, at serliga politikarar og tíðindaberar og onnur eru farin at tosa um føroyingar , tá ið meint verður við fólk , ella fólkið, her býr . Tað er ikki vist, at allir tilflytarar føla seg sum føroyingar beinanvegin, hóast tað sjálvandi kann koma við tíðini. Tað munnu eisini vera fáir føroyingar, ið nevna seg danskarar av at flyta til Danmarkar, sigur Elin Henriksen, málkøn. Í sendingini verður eisini tosað um, hvaðan pollamjørki kemur, hví vit siga korter og ikki kvarter eins og lurtari eisini spyr, hví man sigur floti av rossum, tá floti kemur av orðinum, flóta. Mær dámar okkurt hevur ongan grundlið og tekur hvørjumfall og hvønnfall. Tí gevur tað bert formin dámar , sum er í 3. pers eintali. Hvussu er við at hóva og at líka Bendast tey í persóni og tali, tí tey sýnast at hava ein grundlið í hvørfalli. Til dømis koppurin hóvar mær . Sprotin vísir bara til formin í 3. pers eintali í nútíð. Men eigur grundliðurin ikki at stýra sagnorðinum, so sum kopparnir hóva mær Kvinnan, sum er skuldsett fyri at stinga sambúgva sín nýggjársnátt, bíðar nú eftir úrskurði frá Eystari landrætti. Føroya rættur avgjørdi í gjár at lata kvinnuna leysa. Men ákæruvaldið sendi tann úrskurðin til landsrættin. Ákæruvaldið vil hava kvinnuna varðhaldsfongslaða í tvær vikur afturat, meðan kanningarnar verða gjørdar lidnar. Fólkini búgva í Vágum. Kvinnan, sum er 35 ára gomul, er skuldsett fyri at stinga mannin nakrar ferðir um allan kroppin. Hann var tó ikki í lívsvanda. Kvinnan er skuldsett fyri drápsroynd, ella, í øðrum lagi, fyri grovan harðskap. Katrin Thorsvig Hansen, virkandi stjóri í Dátueftirlitinum, sigur, at nýggja dátuverndarlógin minnir rættiliga nógv um hina gomlu. Onkrar nýggjar skildur eru, sumt verður strammað upp og einstaki borgarin kann í størri mun gera av, hvussu upplýsingar verða viðgjørdar. Nógv halda, at prát um dátuvernd er ógvuliga torskilt. Tí roynir Dátueftirlitið nú at gera miðlingina eitt sindur lættari og hugaligari við eini podcastrøð. Vit seta orð á føroyska bókaárið saman við Maluni Marnersdóttir, bókmentafrøðingi. Vit fregnast um, hvat er fyrifarist á myndlistaøkinum saman við Solveig Hanusardóttir Olsen, listfrøðingi. Og so sigur Pætur Dahl, ið hevur lisið film og miðlavísund, okkum, hvussu hann heldur at 2020 hilnaðist, tá talan er um film og filmsframleiðslu. Tórshavnar kommuna gjørdi einki fyri at sannføra Kommunala eftirlitið um, at makaskiftið, sum kommunan gjørdi við smápartafelagið NN Holding um byggilendið undir Kongavarða, var í lagi. Kommunan bað heldur ikki um at fáa málið viðgjørt av nýggjum, hóast hon oftari enn einaferð fekk at vita frá Kommunala eftirlitinum, at tann møguleikin var. Tað stendur í stevningini, sum felagið hevur sent Tórshavnar kommunu og Umhvørvis og Vinnumálaráðnum, har sum Kommunala eftirlitið er. Sakarkravið er, at tey verða dømd at viðurkenna, at tey hava endurgjaldsskyldu. Hvussu stórt, kravið um endurgjald verður, er ikki avgjørt enn. NN Holding fekk loyvi frá Tórshavnar kommunu til at byggja 96 íbúðir undir Kongavarða. Men grannar klagaðu, og so bleiv byggiætlanin skorin niður í helvt. Afturfyri gjørdi kommunan avtalu við NN Holding um makaskifti, so at tær 48 íbúðirnar, sum ikki blivu gjørdar undir Kongavarða, kundu byggjast millum Horna í Havn. Men slíka avtalu kundi kommunan ikki gera, segði Kommunala eftirlitið. Økini vóru ikki sambærlig, hvørki í stødd ella prísi, segði eftirlitið.ggiøkið millum Horni varð síðani boðið út í almennari sølu saman við einum grannastykki. Articon keypti økið. Kommunala eftirlitið er eisini stevnt fyri ikki at viðurkenna, at NN Holding var partur í málinum og tí als ikki spurdi NN Holding. Christian Andreasen er advokatur hjá NN Holding. Nú verður Búskaparráðið umskipað. Heri á Rógvi er biðin um fyribils at halda fram sum formaður til 30. apríl í ár. Hann skuldi annars gevast á nýggjárinum. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sigur, at hann fer í vikuni at siga, hvat tað ber í sær, at Búskaparráðið verður umskipað. Kringvarpið skilir, at ein møguleiki er at flyta Búskaparráðið undir Landsbankan. Í ólavsøkurøðuni í fjør segði løgmaður, at landsstýrið fer at umskipa og avtaka fleiri nevndir og ráð. Heri á Rógvi, Ester Hansen og Sigurð Poulsen eru í Búskaparráðnum. Formaðurin fær 8.000 krónur um mánaðin. Nevndarlimirnir fáa 4.000 krónur. Rakstrarjáttanin hjá Búskaparráðnum er í alt 245.000 krónur. Tije dámar væl at spæla uttandura á bóndagarðinum hjá grannunum. Men nú noyðist hann at flyta til býin, og tað dámar honum onki. Man hann fara at fáa nakrar vinir har Og hvussu man fara at gangast í skúlanum Í býnum fær Tije ein heilt serligan vin, men um tað hjálpir . HB missir venjaran, Jens Berthel Askou. Greipuvinnandi danin skal í annað starv, og tí skal HB hava nýggjan venjara komandi kappingarár. Vit eru sjálvsagt hørm um at missa høvuðsvenjaran, men samstundis errin av, at tað arbeiðið Berthel hevur gjørt í okkara felag, vekir ans aðrastaðni. Vit takka Berthel fyri alt, og ynskja honum bestu eydnu, nú enn størri avbjóðingar liggja fyri framman, skrivar heimasíðan hjá HB, hb.fo. Felagið boðar frá, at tað er farið at leita eftir nýggjum venjara. Eisini sjúklingaferðir av landinum vóru færri í fjør enn í 2019. Sjúklingaferðirnar hjá Landssjúkrahúsinum vóru 2.213 í 2019 og 1.873 í fjør. Í fjør vóru 70 slíkar ferðir. Tað sama er at siga um Suðuroyar sjúkrahús, sum plagar at senda okkurt um 90 sjúklingar uttanlands um árið. Nú ber aftur til at sita á matstovu og vitja skeinkistøð til út á náttina. Kunngerðin um at skeinkistøð og matstovur skulu lata aftur klokkan 22 00, fór úr gildi á midnátt. Kunngerðin verður ikki longd, sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum. Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sigur, at tilmælini, sum vóru kunngjørd fyri jól, eru framvegis í gildi. Farsóttarnevndin fer á fundi í morgin klokkan trý at viðgera støðuna við koronusmittuni. Tá verður støða tikin til, hvørji tilmæli verða galdandi komandi tíðina. Tije dámar væl at spæla uttandura á bóndagarðinum hjá grannunum. Men nú noyðist hann at flyta til býin, og tað dámar honum onki. Man hann fara at fáa nakrar vinir har Og hvussu man fara at gangast í skúlanum Í býnum fær Tije ein heilt serligan vin, men um tað hjálpir . Í 2019 vóru ferðafólkini 424.281 í tali. Í fjør vóru tey 179.788. Vit skulu heilt aftur til 2005 fyri at finna eitt tal, sum líkist. Tá vóru ferðafólkini 181.305. Evropeiskir myndugleikar fara væntandi at góðkenna koppingarevnið hjá heilivágsfyritøkuni, Moderna, í dag ella í morgin, sigur stjórin í danska heilivágsstýrinum. Stutt eftir at koppingarevnið er góðkent, ber til at koppseta, men tað er Moderna, sum skal fáa gongd á útflutningin, sigur Thomas Senderovitz, stjóri í heilivágsstýrinum. Moderna er heldur minni fyritøka enn Pfizer, sum hevur gjørt koppingarevnið, ið flestu lond í Evropa brúka. Tað hevur eisini við sær, at Moderna kann ikki framleiða so nógvar skamtar. Eftir eitt ár á brúnni hjá HB hevur Jens Berthel Askou fingið annað starv og fer sostatt ikki at standa á odda fyri greipuvinnarunum komandi kappingarár. Vit hyggja eisini at nøkrum spælaraflytingum. Mikukvøldið setur føroyska hondbóltslandsliðið við monnum hol á undankappingina til EM í 2022, tá sterka kekkiska liðið vitjar í høllini á Hálsi, og leygardagin spæla liðini í Kekkia. Venjarin, Sonni Larsen, og spælararnir hava fyrireika seg væl og gleða seg til at sleppa at spæla sínar fyrstu dystir í kappingini. Lykilin, um nakað skal fáast burturúr dystunum, er kontraspælið, sum hevur riggað væl hjá føroyingunum. Filip Jojic fekk ríkisborgararætt í summar, og síðan hevur hann kunnað spælt við føroyska landsliðnum. Men hann hevur bíða leingi. Dystirnir móti Kekkia skuldu vera í november, men vórðu útsettir, og nú er skotsterki bakkurin skaddur, og ivi er um, hvørt hann kann spæla móti kekkum. Íslandsútisetarnir mangla dystarvenjing Ein annar trupulleiki, sum landsliðsvenjarin, Sonni Larsen, hevur at dragast við, er, at fýra av spælarunum í hópinum spæla í íslandi. Íslendska deildin varð steðga vegna koronu í oktober, og tí hava Allan Norðberg KA Akureyri , Nicholas Satchwell KA Akureyri , Rógvi Dal Christansen Fram og Vilhelm Poulsen Fram ikki spælt í umleið tríggjar mánaðir. Eg kann ikki lúgva meg frá, at dystarvenjingin ikki er hin besta, sigur Allan Norðberg. Samstundis kemur ein lóg í gildi, um at fólk skulu halda seg innandura allan januar. Tað skrivar Sky News. Flestu skúlar lata eisini aftur. Eg geri ikki av, tá eg sigi, at eg hava stúrt fyri støðuni, sum vit nú eru í, síðani í mars í fjør, segði Nicola Sturgeon í røðu síni fyri skotska tinginum. Sturgeon segði, at støðan við nýggja frábrigdinum av COVID 19 virusinum, sum varð staðfest í Bretlandi herfyri, ger, at tiltøkini, sum longu eru sett í verk í Skotlandi, muna ikki nóg væl. Tað er umráðandi, at vit forða smittuni at breiða seg, og at vit fáa tamarhald á støðuni, meðan vit koppseta fyri koronu, segði Nicola Sturgeon. Tí heldur hon, at neyðugt er lata Skotland aftur fyribils eins og gjørt varð í mars í fjør. Myndugleikarnir í Skotlandi stúra fyri, at verða eingi stig tikin, verður heilsuverkið ovbyrjað av koronusjúklingum næstu vikurnar. Kash og unnustan Anoushka fylgja dreyminum og fara til Rwanda at bjarga hotellinum hjá ommuni. Anoushka kennir seg einsamalla um at bera dreymin víðari, men ein nýggjur neisti tendrast, og tey fara til Rwanda. Í sendingini HAIK fara størstu poppstjørnur í Noregi eina ferð. Hesaferð hevur Dagny lagt lív sítt í hendurnar á programmleiðaranum Christine Dancke henda eina dagin. Tær fara biltúr og uppliva ymiskt óvæntað, og so hava tær góðan tónleik afturvið. Málið er ein konsert Dagny hevur sagt ja at spæla eina konsert, hon ikki veit nakað um frammanundan. Programmleiðarin Christine Dancke hevur í stillum bjóðað vinum, familju og fjepparum til eina serstaka konsertuppliving. Broadcast Company NRK Hóast vit eru byrjað at koppseta i Føroyum, so er kortini langt á mál. Ella soleiðis kennist tað i øllum førum hjá Jóhonnu Joensen. Hon er i vandabólki, og hon saknar kunning um, nær hon og onnur kronisk sjúk fáa tryggleika aftur í gerandisdagin við koppsetingini. Dávur Juul var ikki vísur í um hann vildi stilla upp, men tá samanumkom, gjørdist hann toppskorari á kommunuvalinum í Fuglafirði í fjør. Samráðingarnar við Bretland um fiskirættindi halda fram í dag. Vanliga plaga føroysku uppsjóvarskipini at fiska makrel í bretskum sjógv í januar. Men tað var, tá Bretland var í ES. Nú royna uppsjóvarskipini eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi sunnanfyri. Føroyar og ES hava heldur ikki gjørt fiskirættindasáttmála fyri 2021. Kristin Michelsen verður bæði løgtingsmaður og borgarstjóri. Býráðið á Tvøroyri viðgjørdi í gjárkvøldið eina umsókn frá Kristini Michelsen um tingsessin. Umsóknin var sambært kommunustýrislógini, sum sigur, at borgarstjórar skulu ikki hava annað starv, arbeiða teir fulla tíð sum borgarstjóri. Í beinleiðis sjónvarpsrøðu í gjárkvøldið segði forsætisráðharrin í Bretlandi, Boris Johnson, at fólk í landinum skulu halda seg innandura. Flestu skúlar lata eisini aftur, og tey, sum kunnu, skulu arbeiða heima. Støðan við nýggja frábrigdinum av COVID 19 virusinum er álvarsom. Eisini í Skotlandi stúra myndugleikarnir fyri, at verða eingi stig tikin, verður heilsuverkið ovbyrjað av koronusjúklingum næstu vikurnar. Í fráboðan til keypsskálan í Oslo sigur Bakkafrost, at í fjórða ársfjóðingi vórðu 16.000 tons tikin í Føroyum. Og 9.300 tons í Skotlandi. Havsbrún seldi 30.900 tons av alifóðri í fjórða ársfjóðingi í fjør. Havsbrún keypti 73.900 tons av uppsjóvarfiski í fjórða ársfjórðingi. Broytingarnar í lógini um miðlastuðul fara at krevja størri umsiting, og Miðlastuðulsnevndin fær meira at gera, tí nú skal stuðul latast nakrar ferðir um árið og ikki einaferð sum nú. Lógaruppskotið kann fáa fíggjarligar avleiðingar fyri aðalráðið, sum fíggjar Miðlastuðulsnevndina. Møguliga verður talan um samsýning til teirra, sum eru í Miðlastuðulsnevndini. Nú fáa tey fundarpening. Higartil hevur leisturin verið tann, at 60 prosent av stuðlinum er latin eftir rakstrarútreiðslunum hjá miðlinum undanfarna ár, og 40 prosent eru javnt býtt millum miðlarnar, sum søkja. Men Jenis av Rana. landsstýrismaður, heldur ikki, at hesin leisturin tryggjar dygdina í journalistiska arbeiðinum. Tí skal leisturin broytast. Nú skal søkjast um stuðul til tíðaravmarkaðar verkætlanir, so sum greinarøðir, heimildarsendingar ella poddvarp, sum eru mettar at hava journalistiska dygd og samfelagsligt virði. Sambært lógaruppskotinum skal landsstýrismaðurin áseta nærri treytir fyri at fáa stuðul. Miðlastuðulin er tvær milliónir krónur um árið. Týskland rakk í fjør málinum um at avmarka útlátið av vakstrarhúsgassi. Tað vóru ikki veðurlagsátøk, sum gjørdu munin, men korona. Tað vísir ein nýggj frágreiðing, skrivar Die Welt. Útlátið minkaði 42,3 prosent í fjør samanborið við 1990. Málið var 40 prosent. Sambært frágreiðingini hevði Týskland minkað útlátið 37,8 prosent, um korona ikki var. Tey, sum hava skrivað frágreiðingina, vænta, at í somu løtu ferð aftur kemur á búskapin, fer útlátið av vakstrarhúsgssi at vaksa aftur, og tað verður longu í hesum árinum. Einastu ráð, skulu vit halda tørn, er at seta fleiri tiltøk í verk, sigur stjórin í veðurlagstankasmiðjuni, Agora Energiewende, Patric Graichen. Í næstum fer Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, saman við Kommunufelagnum aftur at viðgera spurningin um ein trygdargrunn. Bæði landsstýrið og fíggjarnevndin hjá løgtinginum hava fingið fleiri áheitanir um fíggjarligan styrk í sambandi við endurbygging av havnum, sum hava fingið skaða í ódnarveðri. Fíggjarnevndin hjá løgtinginum hevur eisini heitt á landsstýrismannin, Jørgen Niclasen, um at skipa ein fíggingarleist, so ein náttúruvanlukka í framtíðini ikki tekur fíggjarliga grundarlagið undan einari kommunu. Undir løgtingsviðgerðini av fíggjarlógini í desember hækkaði játtanin til havnir, serliga landshavnir, tvær milliónir. Játtanin er nú sjey milliónir. Martin Lidegaard og Jens Rohde í Radikala flokkinum hava verið nevndir sum tveir fólkatingsmenn, ið kanska høvdu áhuga at stovna nýggjan flokk, men teir siga báðir, at eingin ætlan er um tað. Og nú hevur fyrrverandi búskapar og innanríkisráðharrin, Simon Emil Ammitzbøll Bille, eisini gjørt greitt, at hann fer ikki at stovna nýggjan flokk saman við Lars Løkke Rasmussen. Simon Emil Ammitzbøll Bille og Christina Egelund tóku seg bæði úr Liberal Allince, og stovnaðu flokkin Framá. Men í fjør góvust tey við royndini at útvega nýggja flokkinum undirskriftir. Politiski redaktørurin á BT, Henrik Qvortrup, sigur, at tað verður ikki sum at siga tað hjá Løkke at stovna nýggjan flokk, tí hann hevur brúk fyri royndum politikarum aftrat sær. Tað kann fáa týdning fyri føroyskan fótbólt, at ein venjari kann fara beinleiðis úr føroysku kappingini í donsku Superliguna at venja. Tað er óheppið, tá eitt ríkt land sum Føroyar letur veðurlagspolitikkin fara úr gildi, og ikki hevur ein nýggjan at seta í staðin. Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í umhvørvismálum, segði við Kringvarpið nýggjársaftan, at arbeitt verður við einum nýggjum veðurlagspolitikki, sum verður lagdur fyri tingið í hesi tingsetuni. Bitcoin er eitt cryptogjaldoyra, sum sá dagsins ljós í 2009. Tá var tað lítið og einki vert, og fólk góvu tí ikki stóran ans. Prísurin fyri eina bitcoin tá var bert nøkur fá oyru. Í dag liggur prísurin á umleið 180.000 krónur fyri eina bitcoin. Báðir venjararnir hjá Kekkia, Daniel Kubes og Jan Filip, hava fingið koronuvirus og verða ikki við til undankappingardystirnar móti Føroyum, skrivar TV2 Sport. Málmansvenjarin, Peter Stochl og ungdómslandsliðsvenjarin, Pavel Pauza, som skulu standa á odda fyri kekkiska liðnum í staðin fyri teir báðar høvuðsvenjararnar. Almannaverkið hevur fingið viðhald frá Kærunevndini í almannamálum, familjumálum og heilsumálum í, at verkið hevði kravt avlop aftur frá einum bústovni. Fornt er jólagávan til børnini í ár. Gávan er nýskrivaður útvarpsleikur í átjan pørtum. Leikurin er nútíðarleikur, ið er ætlaður teimum eldru børnunum. Fornt er eitt heimskent telduspæl, sum er sera spennandi, tí her kanst tú granska og jagstra. Eiri, sum gongur í 6.flokki, er høvuðspersónurin í Fornt. Elin á Rógvi hevur skrivað útvarpsleikin Fornt. Høgni Fagraberg hevur gjørt ljóðmyndina. Sakaris Emil Joensen hevur gjørt tónleikin, Elin á Rógvi eigur orðini Men Hjalti Gunnarstein, landsapotekari, heldur, at avtalan, sum var gjørd við Danmark í vár, er góð og trygg, og í veruleikanum tann besta fyri Føroyar. Hetta er fyrstu ferð, skip úr Algier fara vestur í hav. Teir hava hoyrt um eina stóra oyggj langt úti í útnorði og hava skilt, at sjórænarar eru sjáldsamir á hesum leiðum. Hetta er fyrstu ferð, skip úr Algier fara vestur í hav. Teir hava hoyrt um eina stóra oyggj langt úti í útnorði og hava skilt, at sjórænarar eru sjáldsamir á hesum leiðum. Hetta várið fór ein floti av vælvápnaðum sjórænaraskipum vestur gjøgnum Gibraltarsundið. Hetta er fyrstu ferð, skip úr Algier fara vestur í hav. Hetta er fyrstu ferð, skip úr Algier fara vestur í hav. Teir hava hoyrt um eina stóra oyggj langt úti í útnorði og hava skilt, at sjórænarar eru sjáldsamir á hesum leiðum. SEV er ósamt við Elveitingareftirlitið, sum vil hava eitt dótturfelag hjá SEV at rinda móðurfelagnum 4,5 milliónir krónur aftur fyri vindorku, sum ongantíð varð framleidd. Frá tíðindafundinum fyrrapartin, tá meirilutin í Tórshavnar býráð legði samstarvsavtaluna fram. Bjarni Árting Rubeksen tók myndirnar. Og hetta er aðru ferð í hesari øldini, at vit kunnu siga, at eingin doyði í ferðsluni í árinum, sum fór, sigur Ráðið fyri ferðslutrygd. Ráðið fyri ferðslutrygd sigur, at neyðugt er at kanna allar álvarsligar ferðsluvanlukkur í Føroyum og at seta í verk skipaða skaðakanning og seta skaðanevnd. Átta prosent av teimum, sum siga seg vanliga koyra 80 kilometrar tímar ella minni enn tað á landsvegi, har mest loyvda ferðin er 80 kilometrar tímar, siga seg hava verið fyri ferðsluóhappi. 12 prosent av teimum, sum siga seg koyra 90 kilometrar tímar, og heili 20 prosent av teimum, sum siga seg koyra 100 kilometrar tímar ella skjótari, siga seg hava verið fyri ferðsluóhappi. Tije dámar væl at spæla uttandura á bóndagarðinum hjá grannunum. Men nú noyðist hann at flyta til býin, og tað dámar honum onki. Man hann fara at fáa nakrar vinir har Og hvussu man fara at gangast í skúlanum Í býnum fær Tije ein heilt serligan vin, men um tað hjálpir . Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík, heldur, at tørvur er á kommunusamanleggingum heldur enn einum trygdargrunni, sum skal hjápa smáu kommununum at bøta um brimskaðar. Borgarstjórin í Runavík vísir á, at Runavík er tann kommunan í landinum, sum hevur flestar brimskaðar seinastu fýra árini, men at hon klárar sínar ábøtur sjálv. Tann eini tilburðurin hevur samband við smittuketu, ið Landslæknin fylgir. Hinir tríggir eru frá nýggjari smittuketu, sum Landslæknin nú kannar. Tije dámar væl at spæla uttandura á bóndagarðinum hjá grannunum. Men nú noyðist hann at flyta til býin, og tað dámar honum onki. Man hann fara at fáa nakrar vinir har Og hvussu man fara at gangast í skúlanum Í býnum fær Tije ein heilt serligan vin, men um tað hjálpir . Tije dámar væl at spæla uttandura á bóndagarðinum hjá grannunum. Men nú noyðist hann at flyta til býin, og tað dámar honum onki. Man hann fara at fáa nakrar vinir har Og hvussu man fara at gangast í skúlanum Í býnum fær Tije ein heilt serligan vin, men um tað hjálpir . Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum vil hava, at ferðasambandið til Nólsoyar, út í Hest og Koltur skal røkjast líka væl sum kommunala bussleiðin. Í 2019 átti Protector Forsikring sjey prosent av partapeninginum og seks prosent í 2018, men nú eigur Protector Forsikring 10,01 prosent. Fleiri lond eru farin at útseta seinna skamtin, við tí fyri eyga, at fáa fleiri fólk koppsett fyrstu ferð og harvið geva størri parti av fólkinum verju móti koronu. Sambært Lars Fodgaard Møller, landslækna, er tað sannlíkt, at tað eisini fara at ganga seks vikur millum fyrra og seinna prikið í Føroyum, men avgerð er ikki tikin um hetta enn. Vit skulu hava ein nýggjan veðurlagspolitikk ein, sum leggur seg uppat ásettu málunum í altjóða París avtaluni um skurð í vakstrarhúsgassum. Í Gist og Vist høvdu tey 997 fólk á lønarlistanum, tá árið byrjaði. Í 2021 eru hesi 367. Tey fastløntu vóru 67, nú eru tey 29. Lønarútreiðslurnar eru minkaðar 53 prosent, ársverkini úr 208 í 2019 niður í 100 í 2020. Í Vága floghavn vóru 45 starvsfólk við ársbyrjan 2020. Nú eru umleið 35 starvsfólk. Og í Atlantsflogi vóru 240 starvsfólk. 100 fólk vóru uppsøgd, svarandi til 60 fulltíðarstørv. Hóast teir eru ósamdir um, hvussu leingi tað tekur ferðavinnuni at koma upp á 2019 stigið aftur, so eru Jóhannes Jensen, stjóri í Gist og Vist, og Regin I. Jacobsen, stjóri í Vága Floghavn, kortini samdir um, at tað fer at verða trupult komandi tíðina. Ferðavinnan hevur verið meint rakt av koronustøðuni farna árið. Og hóast tað hevur verið eitt trupult ár, roynir vinnan at halda fast í vónini um, at útlitini fyri 2021 verða betri. Í samstarvsskjalinum, sum Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin í býráðnum í Tórshavnar kommunu almannakunngjørdi í gjár stendur stutt og greitt Vit fara at fyrireika nýggja brennistøð, sum vit hava fult ræði á. Samanleggingarætlanin við IRF, sum fráfarni býráðsmeiriluti arbeiddi við, steðgar. Á vári í 2018 heitti Tórshavnar kommuna á IRF um at kanna møguleikarnar fyri at Havnin gerst limur í IRF og hava somu rættindi og skyldur sum tær 28 limakommunurnar í IRF. Ætlanin var, at IRF og Tórshavnar kommuna skuldu leggja kunnandi uppskot fyri allar kommunur á heysti í 2018. Men tað varð av ongum. Livitíðin hjá støðunum er 15 ár frá tí, tær vórðu umbygdar og útbygdar. Tí er ætlanin at byggja nýggja felags brennistøð fyri alt landið, segði IRF í 2019. Grindin hevur í eina tíð ferðast í økinum suður av Ytstabanka, men er nú farin vestur um bankan, út í hellingina, og hevur síðan ferðast nakað norðureftir. Myndugleikarnir drálaðu alt ov leingi við at fáa eina kanningarskipan at virka í fjør. Og nú eru vit tað allar seinasta landið í ES, sum byrjar at koppseta, og tað er sera ørkymlandi. Tað sigur Marco Visser, sum er ein av teimum, ið hevur funnist at stjórnini í landinum. Samanborið við onnur lond í Evropa, so er Holland langt aftanfyri. Týskland, Slovakia og Ungarn byrjaðu at koppseta 26. desember, og flestu onnur lond í ES byrjaðu at koppseta 27. desember. Belgia byrjaði tó 28. desember. Fyrstu føroyingarnir vórðu koppsettir 30. desember. Men Holland byrjar ikki fyrr enn í dag. Stjórnin í Hollandi sigur seg ikki hava verið fyrireikað, og tí hevur tað gingið so leingi. DR skrivar, at stjórnin í Hollandi hevði væntað eitt annað koppsetingarevni enn tað frá Pfizer og BioNTech. Tí var stjórnin ikki fyrireikað at skulu goyma koppingarevnið í 70 kuldastigum. Fyrstu fólkini í Hollandi, sum verða koppset, eru fólk, sum starvast á einum ellis og røktarheimi. Holland hevur verið hart rakt av farsóttini, og higartil eru 850.000 fólk í landinum smittað við COVID 19. Annars eru øll tøl viðvíkjandi flogferðsluni í Føroyum nógv minni í fjør enn í 2019. Í fjør komu ella fóru góð 255 tons av posti við flogfari, knappliga sjey tons fleiri enn í 2019. Farmurin fór næstan niður í helvt, úr 1.228 tonsum biður í 673 tons. Fráferðirnar og komurnar vóru 2.200 færri í fjør enn í 2019. Tær vóru 3.488 í fjør. Ferðafólkatalið á flogvøllinum í Vágum minkaði næstan 60 prosent í fjør sammett við 2019. Minkingin er 57,6 prosent. Í 2019 vóru ferðafólkini 424.281 í tali. Í fjør vóru tey 179.788. Í 2018 útflutti Ísland lodnu fyri slaka milliard krónur í okkara pengum. Men í 2019 og 2020 varð eingin lodna fiskað, tí eingin lodna var. Altjóða havrannsóknarstovnurin, ICES, mælir til, at 400.000 tons av lodnu kunnu fiskast við Ísland, Føroyar, Grønland og Jan Mayen í vertíðini 2021 2022. Lodnan hevur so stóran týdning fyri Ísland, at í fíggjarlógini fyri 2021 fær Havrannsóknarstovan góðar 5,7 milliónir krónur í okkara pengum afturat at brúka til at leita eftir lodnu. Lívfiskastøðin, sum Bakkafrost ætlar at byggja fyri 200 milliónir krónur í Skálavík, er ov skemmandi fyri umhvørvið, og tí skal hon broytast. Tað sigur Yvirfriðingarnevndin. Økið, har Bakkafrost fer at byggja lívfiskastøðina, er í grundini friðað. Tað krevur tí undantaksloyvi at sleppa at byggja har. Tað er Yvirfriðingarnevndin sum útgangsstøði sinnað at lata. Men tað krevur, at verkætlanin verður broytt, sigur Henrik Møller, formaður í Yvirfriðingarnevndini, við útvarpið. Bakkafrost hevur skrivað undir sáttmála við J og K Petersen um arbeiðið at grava út og fylla út fyri nýggju lívfiskastøðini í Skálavík. Nýggja lívfiskastøðin fer eftir ætlan at veita rogn til alt virksemið hjá Bakkafrosti í Føroyum, og part av virkseminum í Skotlandi. Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti, sigur í stuttari viðmerking, at samskifti er millum Bakkafrost og Yvirfriðingarnevndina um at finna eina nøktandi loysn, sum yvirfriðingarnevndin kann góðkenna. Stjórin í Bakkafrosti hevur ikki aðrar viðmerkingar, meðan málið verður viðgjørt, men hann vónar at finna eina loysn skjótt, tí málið hevur longu seinkað byggingini av lívfiskastøðini í Skálavík. Eitt ferðsluóhapp er hent oman fyri Syðrugøtu. Langar bilrøðir standa báðumegin við, og fleiri neyðsynjarakfør eru komin á staðið. Lívfiskastøðin, sum Bakkafrost ætlar at byggja fyri 200 milliónir krónur í Skálavík, er ov skemmandi fyri umhvørvið, og tí skal hon broytast. Tað sigur Yvirfriðingarnevndin. Økið, har Bakkafrost fer at byggja lívfiskastøðina, er í grundini friðað. Tað krevur tí undantaksloyvi at sleppa at byggja har. Tað er Yvirfriðingarnevndin sum útgangsstøði sinnað at lata. Men tað krevur, at verkætlanin verður broytt, sigur Henrik Møller, formaður í Yvirfriðingarnevndini, við útvarpið. Bakkafrost hevur skrivað undir sáttmála við J og K Petersen um arbeiðið at grava út og fylla út fyri nýggju lívfiskastøðini í Skálavík. Nýggja lívfiskastøðin fer eftir ætlan at veita rogn til alt virksemið hjá Bakkafrosti í Føroyum, og part av virkseminum í Skotlandi. Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti, sigur í stuttari viðmerking, at samskifti er millum Bakkafrost og Yvirfriðingarnevndina um at finna eina nøktandi loysn, sum yvirfriðingarnevndin kann góðkenna. Stjórin í Bakkafrosti hevur ikki aðrar viðmerkingar, meðan málið verður viðgjørt, men hann vónar at finna eina loysn skjótt, tí málið hevur longu seinkað byggingini av lívfiskastøðini í Skálavík. Eitt álvarsligt ferðsluóhapp var á landsvegnum í Syðrugøtu í morgun, har tríggir persónbilar vóru uppií, skrivar politiið á Facebook. Løgreglan, sjúkrabilar og sløkkilið eru á staðnum. Løgreglan heitir á bilførarar um at vera ansnir, og geva pláss fyri neyðsendarakførum. Løgreglan heitir eisini á bilførarar um at hava fyrilit fyri sjúkrabilum, sum eru á veg á Landssjúkrahúsið. Politibilar fylgja sjúkrabilunum, skrivar løgreglan á Facebook. Pfizer ger vaksinuna fyri streptokokkus pneumoniae. Kanningarstovan Thetis stendur fyri kanningini, sum byggir á arbeiðið hjá Maritu Debess Magnussen og øðrum í 2018. Nýggja granskingarverkætlanin skal svara, um koppsetingin, sum verður latin børnum, tá tey eru tríggjar mánaðir, fimm mánaðir og 12 mánaðir, er nóg virkin. Í øðrum lagi verður kannað, um vit í Føroyum hava færri tilburðir av invasive pneumoniae, og hvørjar serotypur eru atvoldin til invasive pneumoniae. Invasive er, tá ið bakteriur koma í blóðið og onnur støð í kroppinum. Landsdysturin í hondbólti millum Føroyar og Kekkia, sum skuldi vera í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn í kvøld, er avlýstur, boðar Hondbóltssambandið frá. Í januar eru fleri, ið hava fíggjarligar timburmenn. Ofta verður meira brúkt á jólum enn ætlað, og tað kann koma aftur um brekku í nýggja árinum. Hon er útbúgvin persónligur venjari, hevur luttikið í og vunnið fleiri fitnesskappingar, og so hevur hon eisini verið á besta kvinnuliðnum hjá B36 og á landsliðnum. Mín uppgáva er at syrgja fyri, at leikararnir eru í sínum besta formi. Tá hugsi eg bæði um styrki og skjótleika. Og harafturat er umráðandi at arbeiða við skaðafyribyrging, tí leikararnir skulu vera klárir alt árið, sigur Elisabet Vang. Tá støðið er so høgt, sum tað er í føroyskum fótbólti, so má mann fara longur enn bara at hugsa um at fáa leikararnar í góðan form. Tá er neyðugt at hyggja eftir, hvat eykað skal til, sigur Elisabet Vang og leggur afturat, at talan verður ikki bara um felagsvenjingar men eisini venjingar sum eru gjørdar til hvønn einstakan leikara. Elisabet Vang byrjar av álvara í nýggja starvinum í næstu viku. Í morgunsendingini greiddi hon frá hesi uppgávuni, og hvussu hon ætlar at fáa hópin hjá KÍ í toppform. Í bankanum og í Thor hildu tey, at Phoenix hevði royndarloyvi at fiska stinglaks. Vanligt er, at fiskiloyvi eru við, tá skip verða seld á tvingilsuppboði. Men har var einki royndarloyvi at fiska stinglaks. Tí vilja Thor og BankNordik hava endurgjald frá Fiskimálaráðnum og hava Fiskimálaráðið at viðurkenna, at avgerðin um at strika royndarloyvið er ógildug. Skipið, sum er keypt til Klaksvíkar í staðin fyri Christian í Grótinum, kostar næstan 90 milliónir krónur minni enn Christan í Grótinum varð seldur fyri. Talan er um ein 68 ára gamlan mann, sum fyrst í desember varð lagdur inn á Landssjúkrahúsið við aðrari álvarsligari sjúku enn koronu. Fyri at hava okkurt at samanbera við, koyrdu knappliga 2.000 akfør í Vágatunlinum í miðal um samdøgrið í desember í fjør og 3.700 í Norðoyatunlinum. Tije dámar væl at spæla uttandura á bóndagarðinum hjá grannunum. Men nú noyðist hann at flyta til býin, og tað dámar honum onki. Man hann fara at fáa nakrar vinir har Og hvussu man fara at gangast í skúlanum Í býnum fær Tije ein heilt serligan vin, men um tað hjálpir . Trý fólk vórðu flutt á Landssjúkrahúsið til nærri kanningar og viðgerðar, eftir eitt álvarsligt ferðsluóhapp á landsvegnum oman fyri Syðrugøtu í morgun. Løgreglan fekk fráboðanina klokkan 8 24, og fleiri politibilar, sjúkrabilar og sløkkiliðsbilar vórðu sendir á staðið. Tríggir bilar vóru í óhappinum. Allir bilarnir fóru sera illa og gjørdust vrak. Ein av bilunum fór mestsum í tvey, sigur vakthavandi hjá løgregluni. Neyðugt var at skera allar bilarnar fyri at fáa fólkini leys. Beint eftir óhappið vóru langar bilrøðir á báðum síðum. Vegurin varð stongdur, og ferðslan varð eina løtu leidd gjøgnum bygdarvegin í Syðrugøtu. Politibilar fylgdu sjúkrabilunum á Landssjúkrahúsið. Støðan hjá teimum trimum, sum vórðu flutt á landssjúkrahúsið, er sambært politinum, er ikki hættislig. Hetta hevur við sær, at deildin, har viðkomandi arbeiðir, letur aftur fyri vitjandi eina tíð, og starvsfólk og búfólk eru farin í sóttarhald. Koppingarætlanin fyri koronu sigur annars, at heilsustarvsfólk á sjúkrahúsum og í eldrarøktini, skulu vera tey fyrstu, ið verða koppsett. Tije dámar væl at spæla uttandura á bóndagarðinum hjá grannunum. Men nú noyðist hann at flyta til býin, og tað dámar honum onki. Man hann fara at fáa nakrar vinir har Og hvussu man fara at gangast í skúlanum Í býnum fær Tije ein heilt serligan vin, men um tað hjálpir . Tije dámar væl at spæla uttandura á bóndagarðinum hjá grannunum. Men nú noyðist hann at flyta til býin, og tað dámar honum onki. Man hann fara at fáa nakrar vinir har Og hvussu man fara at gangast í skúlanum Í býnum fær Tije ein heilt serligan vin, men um tað hjálpir . Á skránni eru Flóvin Bænadiktsson, Ung í Dansi, Leon Johannesen skipar. Einar Suðuroyingur, Vága Dansifelag, Kohannus Joensen skipar. Finnbogaríma, Helga Hilmarsdóttir og Annika Olsen skipa. Jeg ser s mangt et orlogsskib, Norðstreymouar Dansifelag, Hans Dávid Vík skipar. Strandatáttur, Eysturoyar Dansifelag, Jóan Carl Danielsen skipar. Ebbe Skammelsøn, Klaksvíkar Dansifelag, Leivur Jacobsen skipar. Fótboltur, Eysturoyar Dansifelag. Karstin í Húsinum skipar. Kópakvæði, Eysturoyar Dansifelag, Jørgen Thomsen skipar. Fólk keypa meira mat og amboð at brúka í køkinum og aðrastaðni í heiminum og fleiri klæði og skógvar nú í mun til fyri einum ári síðani. Í triðja ársfjórðingi í 2020 vaks umsetningurin í bólkinum, sum eitur matvørur og alkoholfríar drykkjuvørur og í bólkinum húsbúnaður og húsarhaldsútgerð 15 prosent samanborið við sama ársfjórðing í 2019. Grundarlag er fyri at reisa ríkisrættarmál móti fyrrverandi danska ráðharranum, Inger Støjberg. Tað siga tveir óheftir advokatar í sínum metingum til Fólkatingið. Málið er frá 2016, tá Støjberg var ráðharri í útlendinga og integratiónsmálum, og snýr seg um at skilja ung asylpør sundur. Støjberg vildi steðga siðvenjuni við teimum sonevndu barnabrúðrunum, og tí gav hon sínum embætisverki boð um at skilja pørini sundur. Bæði fólkatingsins umboðsmaður og ein kanningarnevnd hava síðani staðfest, at tað er hetta vantandi undantakið í boðunum, sum ger boðini ólóglig. Liberal Alliance, Alternativet og Radikale eru fyri einum ríkisrættarmáli, men Nye Borgerlige og Danski Fólkaflokkurin halda ikki, at grundarlag er fyri einum ríkisrættarmáli. Tískil verður roknað við, at Javnaðarflokkurin hjá Mette Frederiksen fer at hava avgerandi orðið. Flokkurin hevur einki sagt enn, hvar hann stendur í hesum spurninginum. Verður ríkisrættarmál reist móti Inger Støjberg, verður tað sættu ferð í danskari søgu, og fyrstu ferð síðani 1995, tá fyrrverandi løgmálaráðharrin Erik Ninn Hansen fekk fýra mánaða treytaða fongsulsrevsing fyri at hava forðað tamilskum flóttafólkum at fáa sínar familjur til Danmarkar. Hinir fimm tilburðirnir eru partur av kendari smittuketu í Føroyum. 136 fólk eru í sóttarhaldi, og eitt fólk er innlagt við koronu. Eitt andlát við koronu er skrásett seinasta samdøgrið. 68 ára gamli maðurin, sum doyði við koronu, varð fyrst í desember lagdur inn á Landssjúkrahúsið við aðrari álvarsligari sjúku enn koronu. Vit hoyra Grindavísuna, Vága Dansifelag, Jón í Bø skipar Dengang Jeg Drog Avsted, Nólsoyar Dansifelag, Sigmundur Danielsen skipar Brot ú Randvers kvæði, Dansifelagi í Havn, Jóhannis Joensen skipar Nornagests Rímu, Hans Mainhard Djurhuus og Alber Djurhuus kvøða Linggingarferðina, Vága Dansifelag, Hans Kristoffur á Ryggi skipar Eg átti mær eina húgvu, Bjarni Mohr skipar Eg havi verið fermur og ungur, Vága Dansifelag, Dánjal Jákup Jørgensen skipar Fyrrapartin í dag var eitt ógvusligt ferðsluóhapp á landsvegnum oman fyri Syðrugøtu, og nú seinnapartin var so aftur eitt ferðsluóhapp í Gøtu, hesaferð í Norðragøtu. Hetta óhappið var ikki so álvarsligt sum ferðsluóhappið fyrrapartin. Ein bilur, sum skuldi út á landsvegin í krossinum við fótbóltsvøllin, varð árendur av einum bili, sum kom koyrandi eftir landsvegnum. Verulig ferð kemur ikki á koppsetingina av føroyingum fyrr enn í februar, og tá skulu vit vænta at fáa nóg mikið av koppingarevni til at koppseta fólk í stórum tali hvønn dag. Í næstu viku fær Apoteksverkið aftur 195 gløs av Pfizer koppingarevninum, sum merkir, at tá kunnu aftur millum 1.000 og 1.100 føroyingar koppsetast. Seinni EM undankappingardysturin millum Føroyar og Kekkia, sum skuldi spælast í Pilzen leygardagin er eisini útsettur. Mikudagin varð greitt, at heimadysturin hjá Føroyum móti Kekkia í Høllini á Hálsi, varð av ongum, tí átta fólk í kekkiska ferðalagnum fingu staðfest koronuvirusið eftir kanning á flogvøllinum, tá tað kom til landið týsdagin. Í gjárkvøldið komu so boðini um, at dysturin í Kekkia heldur ikki verður spældur nú. Tað er kappingarleiðslan hjá evropeisku hondbóltssamgonguni, EHF, sum hevur tikið avgerðina, tí hon metir, at vandin fyri at spjaða smittu er ov stórur. Enn er ikki greitt, nær undandystirnir móti Kekkia skulu spælast, skrivar HSF. IRF hevur nevndarfund tann 21. januar í Havn. Ikki fyrr enn eftir tann fundin fer IRF at gera viðmerkingar, sigur Kristina Roest, nevndarforkvinna í IRF. Vit fara at fyrireika nýggja brennistøð, sum vit hava fult ræði á. Samanleggingarætlanin við IRF, sum fráfarni býráðsmeiriluti arbeiddi við, steðgar. Tað var annars Tórshavnar kommuna, sum á vári í 2018 heitti á IRF um at kanna møguleikarnar fyri, at Havnin gerst limur í IRF og fær somu rættindi og skyldur sum tær 28 limakommunurnar í IRF. Býráðið samtykti síðst í januar í fjør at seta arbeiðsbólk at lýsa fíggjarligar fyrimunir og vansar fyri Tórshavnar kommunu at gera eina felags brennistøð saman við IRF, ella um tað framhaldandi skulu vera tvær brennistøðir í landinum. Fýra fólk eru deyð í ófriði í USA í sambandi við, at amerikanska kongressin í gjárkvøldið formliga skuldi góðkenna valið av demokratinum Joe Biden til nýggjan forseta. Senatsvalið í Georgia í gjár hevði við sær, at staturin fyri fyrstu ferð í 20 ár fór at hava umboð fyri demokratiska flokkin í Senatinum. Ikki bara eitt men bæði tvey umboðini og hetta gevur demokratunum meirilutan í bæði Senatinum og í umboðsmanntinginum og harvið Joe Biden og Kamalu Harris fríari ræsur komandi valskeið. Donald Trump hevði fyrr um dagin hildið eina røðu fyri viðhaldsfólki í høvuðsstaðnum, har hann mælti til at mótmæla stuldurin av valinum í november og at fara til Capitol Hill fyri at vísa styrki og fyri at vísa, at einki skuldi verða tikið frá teimum. Kongressin noyddist at støðga sínum arbeiði, og limirnir flýggjaðu. Í morgun er staðfest, at fýra fólk eru deyð í ófriðinum, skrivar DR. Varaforsetin, Mike Pence, tók tá orðið, og segði við ófriðakropparnar, sum høvdu trongt seg inn í bygningin á Capitol Hill, at ófriður ongantíð vinnur, men at frælsi vinnur. Hetta er framvegis húsið hjá fólkinum. Nú, tá ið vit koma saman aftur her, fer heimurin aftur at síggja áhaldni í okkara fólkaræði. Lat okkum koma aftur til arbeiðis, segði Mike Pence. Fyrr um kvøldið hevði Donald Trump, forseti, latið miðlunum eitt videobrot, har hann heitti á mótmælisfólkini um at vera friðarlig, men hann heitti ikki á tey um at gevast. Donald Trump endurtók ákærurnar um valsvik, og segði seg skilja, at tey mótmæltu og rósti teimum. Twitter strikaði seinni videoupptøkuna, tí tey søgdu hetta eggjaði til meira ófrið. Erik Jensen býr í Sisimiut. Men mánadagin fer hann til Nuuk. Tá ætlar hann tosa við flokkin hjá sær um sessin sum landsstýrisformaður. Mette Fredriksen, forsætisráðharri í Danmark, Jens Stoltenberg, aðalskrivari í Nato, Charles Michel, ES forseti, Ursula von der Leyen, forkvinna í ES nevndini, og Emmanuel Macron, forseti í Fraklandi eru millum heimsleiðararnar, ið fordøma ófriðin, skrivar danska kringvarpið. Ekstremisma, harðskapur, polarisering og ruðuleiki er ikki vegurin fram. Ræðandi myndir frá Wasingthon. Mátti fólkaræðið aftur farið at virka. Trump kann ikki sjálvur leggja fráboðanina út, tí Twitter hevur stongt vanga hansara fyribils eftir fleiri tweet, sum forsetin legði út í gjár. Hóast eg als ikki taki undir við valúrslitinum, verður forsetaskiftið 20. januar friðarligt, stendur í fráboðanini frá forsetanum gjøgnum talsmannin. Eg havi sagt alla tíðina, at vit fara at halda fram við stríðnum at tryggja, at bara lógligar atkvøður verða taldar. Men hetta er endin á tí besta fyrra embætisskeiðnum í søguni og bara byrjanin til strembanina at gera America great again, sigur Donald Trump í tweetinum, sum talsmaðurin hevur lagt út. Fyri løtu síðani staðfesti Mike Pence, varaforseti og hini í kongressini, at demokraturin, Joe Biden, hevur fingið fleiri enn 270 valfólk, sum krevjast fyri at gerast forseti. Vanliga tekur tað ikki ein tíma hjá kongressini at góðkenna valúrslitið. Men hesaferð tók tað ein heilan dag, tí at ófriðakroppar trokaðu seg inn í bygningin á Capitol Hill, og senatslimir máttu flýggja. Hóast eg als ikki taki undir við valúrslitinum, verður forsetaskiftið 20. januar friðarligt, stendur í fráboðanini frá forsetanum gjøgnum talsmannin. Eg havi sagt alla tíðina, at vit fara at halda fram við stríðnum at tryggja, at bara lógligar atkvøður verða taldar. Men hetta er endin á tí besta fyrra embætisskeiðnum í søguni og bara byrjanin til strembanina at gera America great again, sigur Donald Trump í tweetinum, sum talsmaðurin hevur lagt út. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sigur, at hann er væl nøgdur við sáttmálan. Men hann vil ikki siga, hvat stendur í honum, fyrr enn ES hevur boðað frá, at hann er góðkendur í ES. Tije dámar væl at spæla uttandura á bóndagarðinum hjá grannunum. Men nú noyðist hann at flyta til býin, og tað dámar honum onki. Man hann fara at fáa nakrar vinir har Og hvussu man fara at gangast í skúlanum Í býnum fær Tije ein heilt serligan vin, men um tað hjálpir . Tað eru nakrir mánaðir síðan, at vit fóru undir at arbeiða við nýggja vikuskiftisblaðnum, sigur Annika Kunoy Im, redaktørur á blaðnum, Vikuskifti. Hetta gevur møguleika at hava tíðindatilfarið fyri seg í Sosialinum, meðan vikuskiftistilfarið, sum er heldur lættari, verður fyri seg. Tað eru longu gingin fleiri ár síðani, at fólk av álvara fóru at tosa um blaðdeyðan. Sambært summum skuldi hann longu verið veruleiki í dag. Tó hevur hann ikki fingið fastatøkur í Føroyum enn. Fleiri vilja framvegis hava pappírsblaðið, ásannar redaktørurin. Ein veðurmenningarbólkur, sum kom við frágreiðing í 2019, segði, at fyri átta milliónir krónur um árið fæst ein nøktandi veðurtænasta í Føroyum. Áðrenn undirvísingin hjá 9.b í Eysturskúlanum byrjar um morgunin, skulu allir næmingarnir leggja sína fartelefon í ein kassa. Kassin fer síðan inn í eitt skáp, sum verður læst, og ikki fyrr enn skúladagurin er liðugur fáa næmingarnir fartelefonina aftur. Flokslærarin í 9.b, Miriam Nolsøe Johannesen, sigur, at hon er sannførd um, at tað økir um bæði sosialu og fakligu førleikarnar, at tey ikki hava sína fartelefon í skúlatíðini. Tveir næmingar í flokkinum, Birita Vestergaard Jensen og Olaf Eyðfinsson, greiða frá, at øll í flokkinum vórðu eitt sindur bilsin, tá tey fingu boðini um, at fartelefonin skuldi inn í eitt skáp, inntil skúladagurin var liðugur. Í dag hava tey tó vant seg við tað og merkja nógv betri samanhald í flokkinum. Verða kanningarnar lidnar fyri 31. januar, fer politiið at biðja um, at kvinnan verður latin leys, sigur Heri Andreassen, leiðari á kanningardeildini hjá politinum. Kvinnan, sum er 35 ára gomul, er skuldsett fyri at stinga sambúgva sín nakrar ferðir um allan kroppin. Hann var tó ikki í lívsvanda. Flestu føroyingar munnu kenna Cadbury sjokulátuna. Men møguliga eru ikki so mong sum vita av, at Cadbury familjan var við til at broyta Ongland við gerðum sínum. Tað var í 1831 at John Cadbury leigaði eitt virki stutt frá handli sínum, sum seldi te , kaffi og sjokulátuvørur. Hann var sjálvur úr ríkari kvekarafamilju. Sum kvekari var tað ímóti trúgv hansara at fáa eina hægri útbúgving, og hann kundi heldur ikki fara í herin. Loysnin bleiv, sum hjá so mongum kvekarafamiljum, at gerast sjálvstøðugt vinnurekandi. John hevði um hetta mundið longu í nøkur ár havt handil, ið seldi sjokulátudrykk, og hann var sannførdur um at sjokuláta kundi koma í staðin fyri alkoholiskar drykkir og á tann hátt eisini vera við til at hjálpa teimum mongu familjunum, sum stríddust við fátækt av ov nógvum drekkaríi. Sum hann segði Maður, sum letur vera við at drekka alkohol, hevur ráð til oksakjøt sunnudag. Tað var sostatt við miklu hugsjónini um at broyta viðurskiftini hjá nøkrum av fátækastu familjunum, at John Cadbury rak virksemi sítt. Hetta var annars júst undir ídnaðarligu kollveltingini í Onglandi. Tað var ein tíð, tá virki misnýttu arbeiðsfólk sítt, og mangir teirra doyðu ungir. Men John Cadbury fekk ikki henda háttin at reka handil at samsvara við tað, hann las í bíbliuni. Tríggir koronutilburðir vóru í gjár. Allir tilburðirnir eru í smittuketum, sum landslæknin longu fylgir. Í gjár vóru 1.150 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru greinaðar. Tað hevur koronufarsóttin lært okkum, heldur PhD lesandi læknin, Marnar Fríðheim Kristiansen. Hann hevur verið partur av koronutoyminum, og hevur eisini granskað í koronufarsóttini í Føroyum. Tað sigur Thomas Juul Thomsen, varaformaður í HB, nú felagið leitar eftir nýggjum venjara, eftir at Jens Berthel Askou, sum vann greipuna við HB í fjør, gavst, og fór til danska felagið AC Horsens. Hetta hevur verið ein long tilgongd, tí heilt síðani nítiárini hava republikanarar og demokratar í USA ikki kunnað samstarvað. Nú hata teir hvør annan. Tað søgdu Regin Berg og Súsanna Olsen, stjórnmálafrøðingar, tá tey gjørdu viðmerkingar í útvarpstíðindunum á middegi um hendingina á Capitol Hill í Washington í gjárkvøldið. Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í eini fráboðan á heimasíðuni hjá Løgmansskrivstovuni í sambandi við tað, sum hendir í USA í løtuni. Tað er gott og rætt, at tað skal bera til at eftirkanna úrslit, og at alt er farið rætt fram. Men tá úrslitið er greitt, so er tíðin komin til at góðtaka tað og fagna fólkaræðinum. Friðarlig og vælskipað stjórnarskifti er helst mest grundleggjandi styrkin í vesturlendska fólkaræðinum, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður. Tað sigur Hallbera West, ph.d og adjunktur á Søgu og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum, sum hevur granskað nógv í atferðini hjá fólkavaldum politikarum. Næmingarnir boðaðu sjálvir frá, at teir høvdu sjúkueyðkenni. Teir fóru til hús, og næmingarnir í báðum flokkum og lærararnir, sum teir smittaðu hava havt samand við, fóru eisini til hús. Næmingarnir fylgja nú nú undirvísingini heima á teams, og teir skulu vera við hús í øllum førum til týsdagin. Næmingarnir í báðum flokkum skulu kanna seg aftur leygardagin og sunnudagin. Steinbjørn Hardlei, rektari, væntar tó ikki, at koronusmitta gongur á Glasi, tí landslæknin hevur sagt, at av tí at so skjótt varð atborið, er lítið sannlíkt, at smittan hevur breitt seg. Grønland hevur tørv á arbeiðsmegi, serliga í byggivinnuni, men eisini í tænastu og flutningsvinnuni, ferðavinnuni og gistingarhús og matstovuvinnuni. Tað er Grønlands Erhverv, sum hevur gjørt eina kanning av grønlendska arbeiðsmarknaðinum. Grønlands Erhverv er tað sama sum Vinnuhúsið er í Føroyum. Kanningin vísir, at tørvur er á 568 starvsfólkum. Tað er nakað minni enn í eini samsvarandi kanning frá 2018, tá talið var 977. Minkingin hevur allarhelst samband við koronufarsóttina, verður sagt í niðurstøðuni í kanningini. Men kanningin vísir eisini, at serliga tvær vinnugreinar hava nógv størri tørv á arbeiðsmegi nú enn í 2018. Tað eru bólkarnir bygningshandverkarar og tænasta og flutningur . Annars vísir kanningin eisini, at grønlendskar fyritøkur sóknast eftir eini betri útbúnari grønlendskari arbeiðsmegi umframt smidligari atgongd til útlendska arbeiðsmegi. Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, segði við útvarpið herfyri, at tilbúgvingin leggur upp til, at móttøkan skal taka ímóti kvinnum og veita teimum ráðgeving, sálarliga hjálp og at tryggja neyðugu prógvini uttan at innblandað løgregluna ikki uttan so, at viðkomandi vil hava tað. Tað sigur Ári Roach hjá Hondbóltssambandinum, eftir at undankappingardysturin millum Føroyar og Kekkia, sum skuldu spælast í Havn í gjár, varð útsettur. Hondbóltssambandið hevur eisini brúkt nógvar pengar uppá fyrireikingina, men enn vita tey ikki, um tey fáa endurgjald fyri mistar inntøkur. Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, nú Jákup Mikkelsen, tingmaður hjá Fólkaflokkinum, heitir á landsstýrið um at yvirtaka farsóttarlógina. Jákup Mikkelsen heldur, at tað er neyðugt við heimild at krevja av fólki, at tey fara í sóttarhald, tá tey koma til landið, nú sera smittandi útgávur av COVID 19 breiða seg aðrastaðni í heiminum. Men landsstýrið hevur hvørki ætlanir um at krevja at fólk fara í sóttarhald við lógarheimild ella at yvirtaka farsóttarlógina, sigur løgmaður. Navnalógin skal broytast, so avgerðir hjá Navnanevndini bara kunnu kærast eina ferð og ikki tvær ferðir sum nú. Nú kann kærast bæði til Umhvørvisstovuna og landsstýrisfólkið. Tað boðar løgreglan sjálv frá. Brian D. Sicknick varð skaddur, tá hann brast saman við mótmælisfólk í Capitol bygninginum mikudagin. Hann fór inn á skrivstovuna hjá løgregluni í húsinum, har hann small saman. Hann varð fluttur á sjúkrahús og doyði har, sigur løgreglan. Spurningar hava verið settir við, hví so fá løgreglufólk vóru til staðar, tá stóra mannamúgvan við mótmælisfólkum kom til Capitol Hill. Steven Sund. leiðari hjá løgregluni, hevur hevur lagt frá sær eftir hendingarnar mikudagin. Hann sigur sambært CNN, at álopið á Capitol bygningin ikki kann samanberast við nakað annað, hann hevur upplivað tey 30 árini, hann hevur arbeitt í løgregluni í Washington DC. Fólk, sum lesa í øðrum londum enn Norðurlondum, fáa størri studning. Uppskot er um at broyta lógina um lestrarstuðul, so fólk fáa í mesta lagi 100.000 krónur um árið í staðin fyri 80.000 krónur Skúlagjaldið er hækkað nógv seinastu árini, serliga í Póllandi og í Bretlandi. Hækkingin er mett at kosta hálva millión um árið. Lógaruppskotið er til hoyringar til 21. januar. Álagt verður skúlum at boða Studna frá, um næmingar ikki koma í skúla og ikki lata inn uppgávur ella fara til próvtøkur. Tey eiga ikki at fáa stuðul, stendur í lógaruppskotinum. Næmingar í Noregi fáa kortini stuðul úr Føroyum, men tað stendur ikki í lógini nú. Heimildin datt úr lógini um gymnasialar miðnámsútbúgvingar í 2012. Nú skal heimildin fáast í lógini um lestrarstuðul. Skotið verður eisini upp at javnseta næmingar, sum eru í miðnámsútbúgving sum liður í norðurlendskum samstarvi, sum lutvíst er staðsett í Føroyum, við aðrar miðnámsskúlanæmingar í Føroyum. Har eru landsroknskapurin fyri 2016, Fjøruvegurin í Runavíkar kommunu, sambýlið á Mýrini í Hoyvík, tunlarnir norður um Fjall og avgjaldslættar hjá teimum, sum fáa sær elbil ella hitapumpu ella byggja ella umbyggja leigubústaðir. Skotska fiskivinnan er longu farin at merkja, at Bretland um ársskiftið fór endaliga úr ES. Tað er vorðið nógv truplari og dýrari hjá skotskum fiskavørum at koma inn á ES marknaðin, og nú heitir samtakið, Scottish Seafood Association, á fiskimenn um at avmarka sína veiðu. Sagt verður, at lastbilar við fiskavørum mugu bíða upp í fýra tímar við markið til ES, og eingin vissa er fyri, at fiskavørurnar sleppa inn á ES marknaðin, sigur Scottish Seafood Association sambært tíðindasíðuni Bloomberg. Skotskir fiskaútflytarar senda vøruna gjøgnum Ongland til Fraklands og haðani inn á ES marknaðin. Útflytarar siga, at teir hava roynt at sent smáar nøgdir til Fraklands og Spania fyri at royna nýggju skipanina. Og har tað fyrr tók ein dag at koyra fiskavørur út til kundar, tekur tað nú tríggjar dagar ella upp aftur meir um vøran yvirhøvur kemur fram. Ein annar trupulleiki er, at fiskavørur, sum skulu flytast inn í ES, krevja eitt nú veiðiváttanir og heilsuskjøl frá einum djóralækna. Og í løtuni eru ov fáir djóralæknar, sum kunnu geva heilsuváttanir, verður sagt. Tað krevur óneyðuga bíðitíð, og í eini vinnu, har tað ræður um at halda vøruna so feska sum tilber, merkist tað skjótt, um tað gongur ov long tíð at fáa vøruna út á marknaðin. Bretska fiskimannafelagið, NFFO, sigur, at óvissan merkist eisini á søluni av skotskum fiskavørum. Keyparar í ES kenna seg ikki vísar í at fáa vøruna í nóg góðari tíð, og velja tí at keypa frá øðrum veitarum, sigur NFFO.